Leygardagur 1. november 1997 Vinnuframi og stuðul Fíggjarlógin fyri komandi ár er nú framløgd, og Ídnaðarfelagið vil í hesum sambandi loyva sær at viðgera eitt mál, ið hevur okkara áhuga: Vinnuframaskipanir og stuðul til ymiskar vinnugreinar. Í fíggjarlógini sæst til dømis, at 40 mió. kr. eru avsettar til stuðul til fiskivinnuna uttan nærri útgreinan av endamáli, ella hvat hesin stuðul skal veitast til. Hesin stuðul í leysari vekt hevur ein dám av 80'unum, og fær okkum at seta hesar spurningar: Hevur føroyska samfelagið nakran vinnupolitikk Finnast heildarætlanir viðvíkjandi stuðli og vinnuframaskipanum Hvussu ynskja vit, at gera møguligar ætlanir til veruleika Stuðul uttan mál Sera trupult hevur verið at fáa eitt greitt yvirlit yvir, hvørjar stuðulsskipanir eru galdandi, og hvussu nógv tað almenna letur í stuðli um árið. Hetta staðfesti Endurreisingarnevndin í 1994, og sjálvt um fíggjarlógin nú er væl betur útgreinað, er hetta enn trupult. Vit hava tó gjørt eina roynd. Talvan niðanfyri vísir stuðulsupphæddir í 1996 og tilsvarandi bruttofaktorinntøku* fyri vinnugreinir. Vit hava brúkt bruttofaktorinntøkuna tí hon er besta mál fyri virðisøkingina í einari vinnu. Vit hava her skilt millum vinnugreinir, ið hava serligar játtanir og so allar hinar. StuðulBruttofaktor- mió. kr. inntøka BFI Stuðul/FBI Fiskivinna182101518% Landbúnaður 17 4141% Aling 11 9212% Ferðavinna 4 60 7% Onnur framleiðsluvinna/ídnaður 15 502 3% Talvan vísir, at tað eru tær traditionellu vinnugreinirnar, ið fáa mest stuðul, meðan nýggjari vinnugreinir ikki verða stuðlaðar í sama mun. Stuðulin til høvuðsvinnu okkara svarar til, at 18% av inntøkugrundarlagnum kemur úr landskassanum. Innan aðra framleiðsluvinnu, herundir ídnaðinum, kemur bert 3% av inntøkugrundarlagnum úr landskassanum sum stuðul. Spurningur okkara er so, hvat hetta býti av stuðli millum vinnugreinirnar er grundað á Fleiri tilmæli eru gjørd Føroyska Landsstýri hevur seinastu árini fingið fleiri tilmæli um hvørjar vinnuframa- og stuðulsskipanir eru hóskiligar í Føroyum, og hvussu hesar kunnu skipast. Í januar '94 handaði Endurreisingarnevndin landsstýrinum sína frágreiðing, og í mai sama ár fekk landsstýrið frágreiðingina Karmar fyri føroyskari vinnu, ið partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum stóðu aftanfyri. Hesar frágreiðingar høvdu partvís støði í truplu støðuni í samfelagnum og tørvin á serligum krepputiltøkum m.a. stuðul til vinnuna. Báðar frágreiðingarnar komu tó eisini við tilráðingum um karmar fyri vinnuframa- og stuðulsskipanir. Enn eru tilmælini ikki fylgd og støðan á hesum øki er enn líka ógreið, sum Endurreisingarnevndin staðfesti fyri skjótt 4 árum síðan. Ætlanir uttan uppfylging Seinastu árini eru eisini fleiri konkret uppskot komin til verkætlanir, sum kundu skapt framgongd fyri føroyska vinnu sum heild, m.a. í áðurnevndu tilmælum. Eitt dømi er tankin um Føroyar sum ein tilfeingisdepil í norðuratlantshavi, har hugsjónin m.a. var at útnytta okkara støðu sum stytsta leið til avreiðing, bunkring, umvæling og aðrar tænastur hjá skipum í einum stórum havøki. Eitt annað dømi er... Felags fyri hesar ætlanir, sum hava verið frammi, er, at eingin er at fylgja teimum upp. Einstøku virkini makta tað ikki, og stovnar sum Menningarstovan hava alt ov nógv annað arbeiði til at fylgja einari slíkari ætlan nóg langt ávegis. Og tí endar tað stórt sæð hvørja ferð við, at tey góðu hugskotini líða vøggudeyðan. Um ein royndur prosjektleiðari varð settur at arbeiða við einari slíkari verkætlan burturav, t.d. í eitt 2 ára skeið, ivast vit ikki í, at ítøkilig úrslit spurdust burturúr. Við verandi politisku prioriteringum og vinnupolitikki, verður orka okkara í staðin brúkt til álit aftan á álit, til tos og stuðul í leysari vekt. Vinnuframi við stavnhaldi Um vinnuframaskipanir og stuðul skulu hava eina meining, eiga vit at fylgja nøkrum fáum meginreglum, ið ganga sum ein reyður tráður gjøgnum nógvu álitini um Føroyar og framtíðina. Eitt burðardygt vinnulív skal, sum meginreglu, klára seg uttan stuðul og kappast undir vanligum marknaðartreytum. Búskapur og útflutningur okkara má gerast fleirtáttaður, og tí eiga vit at stuðla undir nýggjar vinnugreinar. Vinnuframaskipanir okkara eiga at fremja menning av vinnum, sum gagnnýta menniskjaliga tilfongi okkara og tað høga útbúgvingarstøði. Partar av verandi vinnu okkara hoyra í stóran mun heima í láglønarlondum, og tí eiga vit at stimbra nýggja vinnu, ið ikki er tengd at lønarkostnaði sum kappingarparametur. Tað kunnu vera serlig økir ella serligar støður, sum tala fyri, at stuðul kann veitast til verandi vinnu. Hetta umfatar generellar stuðulsskipanir fyri at menna vinnuna. Eitt nú innan metingar av verkætlanum, serkunnleika marknaðarkanningar, vørumenning og fiskiroyndir. Vinnuframaskipanir eiga at vera samlaðar í eina skipan við skjótari avgreiðslu, har allar vinnugreinir hava somu møguleikar at fáa lut í teimum. Tað er ikki nóg mikið at gera vøkur álit. Hugskot, ið kunnu gagna vinnulívinum sum heild, eiga at skipast sum ítøkiligar verkætlanir. Neyðugar játtanir skulu finnast, og fólk við hollum royndum setast til at fáa ætlanirnar av bakkastokki, saman við vinnuni. Vit eiga ikki at spjaða lítlu orku okkara. Ikki dungar av ætlanum, ið bert verða til tos. Heldur eina verkætlan, ið verður til veruleika. Endurskoðan av vinnuframaskipanum sum skjótast Miðfyrisitingin hevur nú verið gjøgnum eina bygnaðarbroyting, og vit hava fingið aðalstýrir við greiðum ábyrgdarbýti. Eitt av hesum er nýggja Vinnumálastýrið. Eisini er miðfyrisitingin styrkt við hópin av vællærdum fólki. Ídnaðarfelagið heldur tí, at tíðin nú er komin til at endurskoða allar vinnuframa- og stuðulsskipanir. Og vinnan er altíð til reiðar at luttaka í hesum arbeiði. Vegna nevndina í Føroya Ídnaðarfelag Jan Mortensen * Bruttofaktorinntøka BFI ein frágreiðing: FBI vísir samsýningina til framleiðslufaktorarnar, arbeiði og kapital. Verða óbeinleiðis avgjøld drigin frá og studningur til vinnuna lagdur aftur at bruttotjóðarúrtøkuni fæst bruttofaktorinntøkan. Gunnar Hoydal Frá Prinsessu Dianu til Maurice Papon 1. partur Gunnar Hoydal hevur verið í Fraklandi síðani í summar og skrivar um verðina sum hon sæst við fronskum eygum beint nú. Um fronsku fjølmiðlarnar, um ta jagstraðu prinsessuna um arbeiðsloysið og gekkarnar í politikki, um Maurice Papon, heiðursmannin ella bølmennið. At enda um Komorurnar, ein lítlan, fjarskotnan oyggjabólk í Indiska Havinum. Notre Dame kirkjan í París. Gunnar Hoydal, sum júst er afturkomin úr Fraklandi, hugleiðir um heimin, sum hann sær út við fronskum eygum Hvat er verðin Tað er tað lítla sum er beint uttan um teg, og sum tú sjálvur kanst nerta við og tosa við. Og so er tað tað stóra inni í heysinum, orðini og myndirnar, sum floyma inn yvir teg uttanífrá, streymurin av tíðindum og lýsingum, alt tað, sum tú lesur, hoyrir og sært av tí, ið onnur halda vera umráðandi at fáa fram. Mín lítla verð hevur í seinastuni verið ein lítil býur millum Marseille og Toulon við Miðalhavið, og tann stóra verðin hevur verið fronsk, soleiðis sum hon sæst og hoyrist í teimum fronsku bløðunum, útvarpi og sjónvarpi. Havi í nakrar mánaðar gingið hvønn morgun til bakaran og keypt eitt langt og klænt franskbreyð frá ungari konu, hyldlig og nýbakað at síggja til. Onkuntíð havi eg kløkt hana við at biða um okkurt annað, eitt myrkt breyð ella eina kaku, men eri so fallin aftur til tað sama og vit hava skilt hvønn annan uttan nógv orð. Haðani tvey spor til blaðbúðina beint við, og millum alt, sum har er at velja í, hava orðini verið fleiri, tí tíðindini eru nýggj og stór hvønn morgun, og hjá tí forvitna er nógv at fregnast um og frætta. Dagbløðini hanga tøtt sum á seiðatrøum í stórum rimaverkum, ið kunnu snarast runt og vendast við, og tá kemur allur riðilin fram: La Provence, Var-Matin, La Marseillaise, sum eru bløð hiðani úr landspartinum, og tey stóru bløðini fyri alt landið, Le Figaro, France-Soir, Le Monde, l'Humanité. Summi bløð eru tung sum ein ólukka og hava onnur bløð innan í sær, lýsingabløð, mótabløð, vøruroyndir sum sápu og parfumu. Hvønn dag síggjast menn taka hesi bløð úr rimunum og missa burtur úr teimum, liggja so bannandi á knøunum at fáa tað hoyggjað saman aftur, men tað er vónleyst at fáa alt lagt rætt íaftur. Summir keypa so fløkjuna, sum hon er, aðrir tveita alt frá sær, rópa okkurt ilt til handilsmannin og fara út við gron. Sjónvarpið Tá er lættari at fáast við sjónvarpið. Har eru 6 ymiskar landsrásir, umframt allar serrásirnar, sum krevja gjald og serliga útgerð, skulu tær kunna síggjast inni í stovuni. Hjá teimum flestu man kortini vera nóg mikið við teimum seks vanligu, tí har verður sent á teimum øllum frá klokkan 6 á morgni til klokkan 2 og 3 um náttina. Tann eina rásin leggur dent á samfelag og mentan, annars líkjast tær sum tann eini vatndropin líkist øllum hinum dropunum. Tær senda somu lýsingar, skráírnar fylgjast, tað er fast, at eftir tíðindini og lýsingarnar millum klokkan 8 og 9 á kvøldi verður filmur sendur. So kunnu tey fronsku húskini, ið hava etið nátturða til tíðindini og vaskað upp til lýsingarnar, seta seg afturá samstundis og velja millum 6 ymiskar filmar, franskar ella útlendskar við franskari talu. Tað ræður um at hyggja í eyguni á leikarunum og ikki á munnin, tí varrarnar ganga ein heilt annan veg enn orðini. Einasti munurin á teimum ymisku rásunum tykist at vera andlitini, ið koma á rútin. Sum tað skilst á bløðunum, er tað útsjóndin og medferðin hjá upplesarunum og sjónvarpsvertunum, ið er tað avgerandi fyri fjøldina av franskmonnum. Er tað hasin ella handan, sum verður í kvøld spyrja tey, áðrenn tey trýsta á knøttin, og rásirnar keypa og selja fólk ímillum sín, nakað sum tá ið fótbóltfeløgini keypa og selja stórspælarar. So eru tað gekka- og gituspølini. Hvønn fyrrapart, og nøkur kvøld við, hava allar rásirnar um somu tíð hesi spøl við sjónvarpsstovunum fyltum við áskoðarum, sum klappa og flenna, meðan verturin rópar og øsir seg og fer heilt upp í topp, sum skal hann fáa avgongu hvørja løtu. Tað má vera møðsamt at skula vera so lukkuligur so leingi og hvønn dag. Ein serliga dugnaligur vertur var har ímillum. Tvey lið skuldu kappast og gita eitt tal, og hann vísti við fingrunum niður fyri seg tað rætta talið eftir loyniligari avtalu við annað liðið, fekk síðani ein part av tí stóra vinninginum aftaná. Nú harmast fólk, at hann er koyrdur, tí hann var tann lukkuligasti av øllum. Útvarpið Franska útvarpið hevur somuleiðis stórt tal av rásum, men tær hava býtt tilfarið ímillum sín. Ein hevur bara tíðindi, ein bara bókmentir og list, ein rútmiskan tónaleik, ein klassiskan, ein er um ítrótt, ein um bilar og ferðslu, allar við lýsingum hvørja løtu, tíðliga og seint. Hetta við lýsingum vindur bara upp á seg, og tær verða meira og meira harðmæltar. Tað er sum ein sjúka, ið etur innan úr fólki. So ger kroppurin mótstøðu, og sjúkan má finna sterkari løg. Hendan dagin frættist, at tann fría kappingin millum telefonfeløgini nú var komin so langt fram, at ein minuttur av lýsingum kann verða settur inn millum hvørjar tveir minuttir av vanligari samrøðu. Afturfyri kann felagið bjóða lægri prís fyri hvønn minuttin. Sjónvarpið tosaði við fólk, sum høvdu roynt hetta, og tey lótu væl at. Tað ræður bara um at hava tol og ikki lurta, tá ið lýsingarnar eru. Tað er akkurát sum við sjónvarpinum, løgdu tey afturat. Bløðini Heilt nakað fyri seg eru vikubløðini, damubløðini og serbløðini, tung og lokkandi, prentað á blankt pappír. Einki evni tykist at vera, sum ikki er nóg áhugavert til at kunna halda einum serblaði uppi, um tað so er at binda flugur upp á sílatráður ella at ala hundalond rætt til góða matgerð. Stóra evnið er kortini tey ríku og tey vøkru, tey kendu fólkini og heimsins stjørnur, og hetta tilfarið er so stórt, at her er ikki nógmikið við tjúkkum vikubløðum, her má tann gula pressan ella gølupressan hjálpa til fyri at metta tey svongu dag um dag. Paperazzi kallast her tað serliga slagið av blaðfólki og fotografum, sum ganga í hølunum á teimum kendu dag og nátt fyri at fáa eina mynd ella eina søgu. Tey arbeiða saman, siga hvørjum øðrum frá og hava samband við fólkini uttan um stjørnurnar, løna tænarum á hotellum og náttklubbum, veiða í bólkum og leypa á í senn. Tey, ið skriva, eru her tey smáu í flokkinum, fáa kanska eina tonn í onkrastaðni og skræða frá, so at sterkari tenn sleppa framat. Teir veruligu harrarnir eru fotografarnir, og her verður skotið við kanónum. Tær stóru linsurnar kunnu draga til sín hvønn flugulort hinumegin eina gøtu ella skjóta alt niður, sum flytir seg nakrar kilometrar burturi. Tólini hanga uttan á bilum og undir tyrlum, tey síggja í myrkri og í øllum veðri. Her er verulig kríggsútgerð uppií, og tað er ikki úr avlopsgoymslunum aftan á kalda kríggið, men nýggj vápn, ið verða ment allatíðina. Tann rætta myndin kann seljast fyri milliónaupphæddir í heimsins sterkastu gjaldoyrum, her er tað tann fría kappingin, ið ræður einsamøll í einum markleysum dreymalandi. Diana Inn á henda marknaðin og mitt í landsins høvuðsstaði varð knappliga ein sunnumorgun tveitt veruligt kjøt og blóð. Allar sjónvarpsrásir strikaðu sínar vanligu skráir og høvdu sersendingar um vanlukkuna í biltunlinum undir Alma-brúnni í París. Bretska prinsessan hevði um náttina roynt at flýggja frá sínum paparazzi, men ein floti av motorsúkklum elti bilin hjá henni til vanlukkan hendi. Tá ið løgreglan kom á staðið, vóru fotografarnir allastaðni og tóku myndir uttan um og inn í tann sorlaða bilin. Tann syndarliga vanlukkan hevur síðani verið eitt gullnám hjá serbløðunum, hvønn dag og hvørja viku við nýggjum, stórum yvirskriftum. Varð Diana fyribeind Stóð bretska kongshúsið aftanfyri Var prinsessan við barn Hví græt bretska drotningin ikki Hvussu er ella ikki, so kann neyvan nøkur søga hugsast, ið kundi givið gølubløðunum so stóran fong sum hetta. Her var alt, blátt blóð, reytt blóð, ungdómur, ríkidømi, vakurleiki, vald, svik, sorg, deyði. Pressufrælsið Eisini tey álvarsligu bløðini hava fingið nógv at skriva um, og tey seta fram spurningar. Hvussu langt eigur tíðindafrælsið at fara Er eingin verja nakrastaðni, og eigur ikki at verða sett mark ímillum almenna upplýsing og reina spekulatión Tað fjórða statsvaldið, sum so nógv vakurt verður skrivað um, vaktargarðurin um fólkaræðið, eftirlitið við misbrúki hjá myndugleikunum, hvat er henda frælsa pressan, tá ið hon eisini framleiðir fólk sum hesar paperazzi Spurningarnir standa eftir, men svarini eru fá og veik. Fronsk lóg er til, ið skal verja heimalívið hjá fólki, men tað vísir seg, at myndugleikar og dómstólar eru ógvuliga varnir við at brúka lógina, fyri ikki at fáa pressuna ímóti sær. Fjølmiðlarnir er eitt veruligt vald, og vald hevur lyndi til at finna annað vald. Meira hetta vald veksur, ikki minst peningaliga, minni verður hugurin hjá myndugleikum og embætisverki at koma hesum valdi tvørt fyri. Tey sakarmál, ið hava verið, hava næstan bara einstaklingar reist, og sjálvt um saksøkjararnir í flestu førum hava vunnið og fingið endurgjald, so hava sakarmálini kortini verið so drúgv, kostnaðarmikil og pínufull hjá teimum órættaðu, at tað er ein spurningur, um nøkur lógarverja er til í roynd og veru. Og gølubløðini svara aftur, at tey hava góða samvitsku. Tey nøkta ein tørv. Tá ið fólk eru svong, keypa tey breyð, og eingin finnur uppá at revsa bakaran, um tey eisini keypa kakur og eta heming á seg. Fólk roykja og drekka, sjálvt um tað standa bæði tvey og trý deydningahøvd á pakkanum ella fløskuni. Fólk eru forvitin. Tey keypa tey litaðu bløðini at forvitnast. Sum tekningin i Le Figaro av konuni vísti: Hon er í náttkjóla, nýliga komin úr songini, hárjørnini til purlurnar standa uppfrá. Sigur so við mannin, sum skal fara eftir nýbakaðum hjá bakaranum: Og gloym nú ikki at keypa hasi ræðuligu bløðini, har bølmenni, sum átti at sitið føst fyri lívið, smyrja allar tramans lygnir saman um hampafólk. Tíðindi Tíðindi, hvat er tað, tá ið samanum kemur Her eru hvønn dag stórar ferðsluvanlukkur. Ein bussur við marokkanskum arbeiðsmonnum fór út av brúgv á motorvegi niður á annan veg beint undir, 12 deyð, 60 løstað. Í vikuni fyri var ein harmonikusamanstoytur við býin Rouen, 10 deyð, 7 illa farin. Her koyrir hvør so skjótt, sum til ber, og uppskotið um at taka koyrikortið frá fólki, ið koyra meira enn 50 kilometrar oman fyri loyvdu ferðina, er aftur fallið í tinginum. Vitni sá tvey fólk fara úr bili ta seinnu vanlukkuna og missa høvdið, hálshøgd av bili, sum kom aftanífrá við óðamannaferð. Tað fær umtalu í ein dag, so er tað liðugt. Afturat koma allar tær smáu vanlukkurnar, tvey ella trý deyð í senn. Nakrar fáar reglur eru settar aftarlaga í bløðini, útvarp og sjónvarp taka tað ikki upp. 26 fólk doyggja í meðal hvønn dag í fronsku ferðsluni, tað hevur einki tíðindavirði. Men ein prinsessa Aftarlaga eisini ella kanska í miðjum blaði eru smáir stubbar úr Algeria. 60 fólk, mest konur og børn eru skotin, stungin ella høgd til deyðis, nakað meira enn í gjár, men ikki so nógv sum fyrranáttina ella í síðstu viku. Eisini her er tíðindavirðið avmarkað, tað er innanhýsis mál í hesum fyrrverandi franska hjálandinum, gott vit eru sloppin haðani, hugsa fólk. Og so eru tað arabarar og muhammedsmenn, lat teir berjarst. Men eru sakleysir ísraelsmenn dripnir í sjálvmorðsatsókn, so krevur heimurin palestinensiska fólkið til svars í stórum greinum við viðmerkingum frá fleiri stúrandi stjórnum, og tíðindini koma eisini á framsíðirnar her. Tá er ørskapurin øðrvísi týðandi. Tí har eru vit í parti. Tíðindi, tá ið saman um kemur, er tað, sum hevur áhuga hjá lesarum, lurtarum og síggjarum. Tað er ein vøra, og tað man vera vónleyst at krevja rættvísi, javnvág ella bara sakliga framløgu á einum marknaði, sum skal bera seg og geva vinning. Sjálvt tey gløggastu og mest samvitskufullu tíðindafólkini verða noydd at velja eitt sjónarmið, ein vinkul, sum kann fanga, og blunda so við øðrum eyganum, tá ið tey hyggja inn í upptøkutólið. Aftan fyri tað eygað, sum blundar, eru tey øll meira og minni paperazzi, soleiðis sum tíðin krevur tað. Tey eru noydd at hugsa um marknaðin og starvið. Greinin endar í 2'aranum komandi leygardag Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo. Dansurin í Saksun Í løtuni verða útiupptøkurnar til íslendska filmin Dansin, sum á føroyskum merkir dansurin, gjørdar í Føroyum. Hetta er søga í stuttsøgusavninum Her skal danses, eftir Willaim Heinesen. Eini 30 íslendskir leikarar og 30 føroyskir statistar, eru við í upptøkunum Tað er kendi filmstjórin August Guðmundsson og kona hansara Kristín Atladóttir, sum hava skrivað leikritið. Filmstjórin stjórnar sjálvur og kona hansara er framleiðslustjóri ella produsentur. Filmsfelagið Ísfilm stendur fyri filmsverkinum. August Guðmundsson er kendur fyri sínar filmar. Eitt nú hevur hann gjørt Land og Synir, ið var fyrsti filmur, tekstaður til føroyskt í SvF. Í Føroyum skulu bert útiupptøkurnar gerast. Eins og í Barbaru, verður hin parturin av filminum gjørdur í studio í Reykjavík. Tilsamans eini 140 sjónleikarar eru við í filminum. Av hesum eru 30 leikarar við í Føroyum, umframt teir 30 føroysku statistarnir. Tríggir føroyingar hava eisini fingið leiklut. Tað er Jógvan Ósa, ið hevur leiklutin sum prestur, Elis Poulsen og Kristina Hansen, sjónleikari. Tá upptøkurnar í Føroyum eru av, fara føroysku leikararnir við til Íslands, har teir eru við í inniupptøkunum. Tað hevur gingið væl í hond, seinastu dagarnar, av tí at veðurlagið hevur verið við filmsliðnum. Fríggjadag fyrrapart var filmsliðið umborð á Jóhonnu, har ætlanin var at taka upp úti á Lónni í Saksun, men tá viðraði ikki. Ístaðin fyri vóru upptøkurnar gjørdar í Tjørnuvík. Myndamaðurin Ernest Vincent, kendur týskur fotografur, sigur, at tað er eitt dreymastað at arbeiða í Føroyum. Fimlurin Dansurin er stórfilmur eftir norðurlendskum viðurskiftum. Hann varir í 90 minuttir og kostar umleið 12 mió. krónur at gera. Frumsýningin verður væntandi í mai 1998. Í Føroyum er tað Elis Poulsen, sum hevur fingið uppgávuna at virka sum loka-framleiðari. Hann skal síggja til at hóskiligur pallur er til upptøkurnar, eins og at leita fram føroyskar leikarar og statistar, sum skulu luttaka í filminum. Hesa uppgávu hevur Elis Poulsen flestu royndir við í Føroyum. Hann hevði m.a. hetta arbeiði í SvF, tey fyrstu árini, og var framleiðslustjóri, tá Katrin Ottardóttir gjørdi Atlantic Rapsodi, og tá Ulla Bøje Rasmussen gjørdi filmin 1700 metrar frá framtíðini. Elis var eisini við í fyrstuni, tá Malmros gjørdi fyrireikingararbeiðið til Barbaru. Ætlanin var eisini, at hann skuldi vera lokal- framleiðslustjóri, men av tí at hann fekk arbeiði í Útvarpinum um ta mundið, tá Malmros fór undir upptøkurnar í Føroyum, valdi hann starvið fram um freelancs arbeiðið. Vandi fyri ruðuleika um Leirvíksfjørð Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, sigur, at arbeitt verður miðvíst fyri at fáa Dúgvuan í sigling um Leirvíksfjørð alt árið Ferðslan um Leirvíksfjørð er økt so nógv seinastu árini, at Ternan er vorðin ov lítil til at nøkta tørvin, og vandi er fyri sonnum ruðuleika, tá hon kemur aftur í sigling um einar tvær vikur. Rúna Sivertsen, løgtingskvinna, hevur sett Sámal Peturi í Grund, landsstýrismanni, tveir fyrispurningar um siglingina um Leirvíksfjørð, og í viðmerkingunum sigur hon, at Ternan er alt ov lítil til siglingina og langt frá nøktar tørvin. ­ Dúgvan flytir hvønn dag 50-60 stórar bilar og trailarar, umframt 200-260 persónbilar, og ikki er ringt at ímynda sær hurlivasan tá Ternan, sum bert tekur tveir trailarar hvørja ferðina, kemur aftur í sigling, sigur hon. Eisini flutningsfyritøkur, fiskaframleiðarar og aðrar fyritøkur, sum hava brúk fyri góðum sambandi um Leirvíksfjørð, stúra fyri at fáa Ternuna aftur í sigling. Og teir ætla eisini at gera vart við seg. Í løtuni verður eitt framtak samskipað, sum formliga skal gera myndugleikarnar vart við trupulleikarnar, sum hesar fyritøkur fáa, tá Ternan kemur aftur í sigling. Dúgvan alt árið Sámal Petur í Grund hevur svarað fyrispurninginum hjá Rúnu Sivertsen, og í svarinum sigur landsstýrismaðurin, at arbeitt verður miðvíst við at fáa Dúgvuna at sigla um Leirvíksfjørð alt árið, og at pengar eru settir av á fíggjarlógini til hendan rakstur. ­ Hendan ætlan er tó treytað av, at ymsar ábøtur verða gjørdar bæði við Leirvíkar havn og við Dúgvuna sjálva, sigur Sámal Petur í Grund í svarinum til løgtingskvinnuna úr Klaksvík. ­ Og vit eru eisini í ferð við at fáa greina út, hvat tað er sum skal gerast fyri at fáa Dúgvuna í sigling alt árið, og bæði Landsverkfrøðingurin, Strandferðslan og manningin umborð á Dúgvuni eru við í hesum arbeiði. Men tað kemur ikki uppá tal at hava Dúgvuna í sigling alt árið fyrr enn frá komandi summari, og tí hava tey, sum brúka Leirvíksfjarðaleiðina, ein trupulleika í vetur, tá Ternan skal sigla um fjørðin. ­ Kemur Ternan aftur í sigling um Leirvíksfjørð verður reint kaos á rutuni hvønn einasta túr, siga flutningsfyritøkurnar og fiskaframleiðarar í skrivi, sum teir hava orðað, og sum nú verður sent landsstýrismanninum og stjóranum á Strandferðsluni. ­ Talan hevur verið um at seta í gildi eina bíleggingarskipan til siglingina um Leirvíksfjørð, men hetta loysir ikki trupulleikan. Fyri tað fyrsta ber illa til at siga nær farmur skal við, tí tað avhongur av nógvum ymiskum viðurskiftum og fyri tað næsta verður bíðitíðin so long, at vandi er fyri, at stór virði fara fyri skjeyti av hesum, verður sagt víðari í skrivinum. Ternan í pendulfart Men sum støðan er í løtuni, so kemur Ternan aftur í sigling, og enn fyriliggur eingin onnur ætlan enn at allir túrarnir um Leirvíksfjørð mugu útnyttast til fulnar. Klaksvíkar býráð hevur fleiri ferðir gjørt vart við seg í málinum um Leirvíksfjarðasiglingina, og eftir ein fund við Strandferðsluna fyrr í ár, varð ein nevnd sett at taka sær av at loysa trupulleikarnar á leiðini. Í hesi nevnd eru Heri Hammer, býarverkfrøðingur í Klaksvík, sum eisini er formaður í nevndini, Magnus Magnussen og Schumann Hansen, sum umboð fyri Strandferðsluna, landsverkfrøðingurin, og Jógvan Høj, sum umboðar vinnuna í norðoyggjum. Og Sosialurin hevur skilt, at í hesi nevnd hevur verið uppá tal, at fáa Ternuna at sigla í pendulfarti um Leirvíksfjørð allan dagin, frá morgni til seint á kvøldi fyri at nøkta tann tørv, sum er á leiðini. Og líkt er í øllum førðum til, at ólag kemur á ferðaætlanina, tí verður so nógv ferðsla, sum roknast kann við, er stutti steðgurin, sum flestu túrarnar er avsettur til at fá bilar í land og umborð aftur, ov stuttur. Ruðuleiki ella ikki, í november mánaði kemur Ternan aftur í sigling um Leirvíksfjørð Jóannes Hansen Tey gloymdu ikki ættarbandið ­ Fyrri partur Hugleiðingar um hvussu lívið lagaði seg hjá havnardreinginum og gentuni úr Hattarvík, sum gjørdust móðirloysingar seinna partin av nítjandu øld og komu til Svínoyar, har útróðurin og virksemi í tí sambandinum av álvara mentist um ta tíðina Elsti maðurin á Svínoynni, Kaj Thomasen úti á Bø, fylti næstseinasta sunnudag 90 ár. Og frá øllum okkum í familjuni á Gerðareiði í Klaksvík skal ljóða eitt hjartaliga tillukku til skyldmannin. Fólkaslagið er familjukært, og tá systkinabarnið í hesari greinini av familjuni, sum hevur rokkið longst í elsta ættarliðnum, fer um tey níti, er høvi at líta eitt sindur aftur um bak. Í sambandi við runda dagin, snaraðu hugsanirnar sær um ættgreinina, sum er felags hjá okkum. Talan er um ognarleys fólk, sum bara høvdu hendurnar at fáa sær og sínum føðina í munnin. Um tey, sum áttu nógv og sum høvdu fólk at arbeiða fyri seg, hevur akltíð verið og verður so nógv sagt og skrivað. Tí ger tað kanska einki, at vit eina ferð steðga á og hyggja at, hvussu tað gekk hjá onkrum av teimum mongu, sum millum lítið og einki verður gjørt burturúr. Keldurnar Norðoyingar eru so sera væl fyri, tá tað kemur til at siga frá ættarbondum. Skilamaðurin J. Símun Hansen, sáli, hevur kannað og bundið tað inn ímillum stívar permur, sum fólk aðra staðni í landinum kanska skulu ganga fleiri vetrar í kvøldskúla fyri at finna fram til. Tað eru fleiri, sum gera hetta við stórari gleði, men tú hoyrir eisini ofta fólk siga, at tit, sum eru ættað úr Norðoyggjum, kunnu breiða uppá tykkum, tá tit hava átt ein mann, sum hevur lagt ættargranskingina so greiða fram fyri tykkum. Og vit seta sjálvsagt prís uppá, at Símun Hansen framdi hetta bragdið. Tá tað kemur til ættina aðra staðni í landinum er gott at hava aðrar skilamenn at spyrja seg fyri hjá. Teir eru fleiri, og í hesum førinum hevur tað verið ein fragd at fáa upplýsingar frá Ólavi Clementsen, Jukim Olsen og Óla Johannesen. Teir hava allir í mong ár verið á Matrikulstovuni, men nú er bara Óli eftir. Hinir báðir eru farnir frá fyri aldur. Heini Joensen sat við vitanini um viðurskiftini á bátunum. Setningurin Móðirættin hjá Kaj Thomassen kemur úr Svínoy. Símun Hansen førir ættina aftur til 1736, og vit skulu ikki gera meiri burturúr tí her. Faðirættin hevur í Svínoy sín uppruna í samanrenningini ímillum eina gentu úr Hattarvík og ein drong úr Havnini, sum komu til Svínoyar, har tey gjørdust góð, giftust og settu búgv. Tað er um tey, sum vóru uppruni til og um tey, sum komu úr hesum heiminum, at hesar hugleiðingar sprottu fram næstsíðsta sunnudag, tá tey hildu 90 ára føðingardag úti á Bø. Jósup Jósup Niclasen, sum var abbi at 90 ára føðingardagsbarninum og eina staðni ímillum 20 og 30 øðrum, var ættaður úr Køk í Havn. Tað vóru fleiri í Køk í høvuðsstaðnum, og hetta var har á leið, sum bygningurin, ið gamli Sjóvinnubankin helt til í út ímóti Eystaru vág, seinni varð bygdur. Tað er meiri at frætta um mammu síðuna hjá Jósupi, enn um ættina hjá pápanum, sum vit skulu nevna fyrst. Pápin æt Thomas Frederik Niclasen, og hann var føddur 21. septembur í 1821. Hann var sonur til Niclas Thomsen, sum var føddur í 1780. Tað er ikki upplýst, hvar hann var føddur. Í næsta ættarliðnum æt pápin Tummas, og so eru vit ikki komin longur. Kona Thomas Fr. Niclasen æt Anna Sophie Josephsdatter. Hon var fødd í Miðvági 7. novembur í 1830. Pápi hennara var Joseph Haraldsen, sum var føddur í Miðvági 2. novembur í 1802. Pápi hansara var Harald Johnsen við Kirkjar í Miðvági, sum var føddur í 1750, og mamman æt Anna Hansdatter, og hon var fødd í Miðvági í 1760. Pápi Harald æt Jógvan og pápi Annu æt Hans, og so vita vit ikki meiri um tey. Mamma hesa Onnu Sophie Joephsdatter omma at Jósupi, sum endaði í Svínoy æt Anna Katrina Hansdatter. Hon var fødd í Sandavági 3. desembur í 1810, og tá slektin er komin til Sandavágs ber væl til at fylgja henni í frálíku bókini hjá Ludvíki Petersen, sála, Sandavágssøgu, sum tíverri er útseld. Pápi Onnu Katrinu nevndist Hans Joensen, og hann var føddur í Sandavági í 1761. Pápi hansara, sum var føddur í Sandavági í 1738, æt Joen Hansen, og foreldrini hjá honum vóru Hans Joensen við Á í Sandavági og Anna Joensdatter. Mamma Onnu Katrinu nevndist Mariane Joensdatter. Hon var fødd í Sandavági í 1778. Pápi hennara var Joen Danielsen. Mamma hesa Mariane nevndist Malena Hansdatter, og hon var fødd í Sandavági í 1737. Foreldur hennara vóru Hans Johannesen norðan fyri Garð í Sandavági og Maren Jacobsdatter. Tá vit eru komin upp ímóti trý hundrað árum aftur í tíðina, kann skyldskapurin tykjast vera útvatnaður, um tað ber til at siga soleiðis, men tað er áhugavert at staðfesta, at tað eru tey somu nøvnini, sum ganga aftur. Systkini hjá Jósupi Anna Sofía og Tummas giftust 2. august í 1857, og tey fingu trý børn. Súsanna Malena Niclasen var elst. Hon var fødd 1. mei í 1858, og hon varð fermd í Havn í 1873. So verður hon burtur í Havnini. Hon verður ikki nevnd í fólkateljingunum í 1880 og teimum, sum komu aftaná. Ein møguleiki er, at hon er gift onkrar aðrar staðir, og ein annar møguleiki er, at hon, sum fleiri ungar gentur tá í tíðini, er farin til Danmarkar. Og so er tað sjálvandi tann møguleikin, at hon er deyð. Tað hevði verið áhugavert at hoyrt meiri um hesa Súsonnu Malenu. Jósup, sum er tann, ið vit umrøða, var næstur, og Niclas Fr. Niclasen var yngstur. Hann var føddur 6. juni í 1862, og hann varð róptur Niclas í Køk og var stýrimaður og skipari. Hann giftist í 1886 við Annu Elisabeth, sum var fødd í Hósvík 23. mars í 1856, og tey búsettust í Havn. Tey fingu seks børn, og í 1901 eru fýra á lívi. Tey eru Poul, sum var føddur í 1889, Thomas Sigurd, sum var føddur í 1890, Anna Sofía, sum var fødd í 1896 og Axel Marius, sum var føddur í ár 1900. Í fólkateljingini í 1911 er bara Poul í Havnini. Tað er tann Poul Niclasen, sum seinni var blaðstjóri á Dimmalætting og landstingsmaður. Anna Katrina Anna Katrina æt konan hjá Jósupi. Hon var ættað úr Kelduhúsinum í Hattarvík. Hon var fødd 5. apríl í 1861, og hon var elst av børnunum hjá Eliasi Pedersen ella Líggjasi í Kelduhúsinum, og konu hansara, Siggu, sum var ættað úr Eyðastovu í Svínoy. Kelduhúsið var ognarhús, og Símun Hansen rekir slektina heilt aftur til miðskeiðis í 1600 talinum. Mamma Jósup doyði og børnini vórðu sett út Tey bæði Anna Katrina og Jósup komu bæði sum blaðung til Svínoyar, har tey vóru at vera í bóndahúsinum har Heimi. Jósup er sambært tilgangslistanum komin til Svínoyar 12. septembur í 1869, tá hann var bara knapt tíggju ára gamal. Í Svínoyarbókini hjá Símuni Hansen er í fólkateljingini í 1870 ein tíggju ára gamal smádrongur úr Havnini har Heimi, sum verður nevndur Jacob Michelsen. Símun endurgevur rætt, men tað var skeivt skriva í fólkateljingini. Navnið skal vera Jósup Niclasen. Hann kom norður til Svínoyar eitt hálvt ár, eftir at mamma hansara var deyð 25. mars í 1869. Tá var hon 38 ára gomul. Tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at drongurin kom norður til Svínoyar. Ein er, at Elisabeth Fredrikka, ættað uppi í Húsi í Svínoy, var gift til Havnar við Jacob Jacobsen, kallaður eysturoyingurin, sum var jegari á Skansanum. Henda Elisabeth Fredrikka var fastur at bóndakonuni, sum var har Heimi, tá Jósup kom norður. Bónakonan æt Elisabeth Malena, og tað kann hugsast, at svínoyarkonan í Havnini hevur syrgt fyri at fáa smádreingin út á bygd. Ein onnur orsøk kann vera, at tað var annað ættligt samband ímillum tey har Heimi og H. N. Jacobsen bókbindara. Tey vóru trímenningar, familjan í Svínoy helt til hjá næstrafólkinum tað vóru trímenningar mettir at vera, tá tey vóru í Havnini, og tey kunnu hava fingið í lag, at drongurin kom norður til Svínoyar. Pápi Jósup, Tummas, er í Havnini í 1880, men í 1890 er hann burtur. Mamma Annu Katrinu doyði og børnini fóru út Líggjas i Kelduhúsinum og Sigga, kona hansara, fingu seks døtrar. Anna Katrina var elst, og hinar vóru Cathrina Sofia, sum í 1888 giftist við Jógvani Hansen í Eiðsvík á Viðareiði, Anna Sofía, sum í 1890 giftist við Pól Jóhannes Johannesen í Horni í Klaksvík, Birgitta Johanna, sum í 1891 giftist við Jústinusi Danielsen niðri í Túvu í Svínoy, Sunneva giftist í 1893 við Sørin Pram á Kirkju, og Maria doyði sum 11 ára gomul. Fleiri av gentunum vórðu settar út, tá mamma teirra, sum var 42 ára gomul, doyði í 1872. Tá var Anna Katrina 11 ára gomul, og hon varð send til Svínoyar, haðani mamman var ættað. Og soleiðis bar tað til, at gentan úr Hattarvík og drongurin úr Havnini komu at tæna í sama húsi. 14. desembur í 1861 giftust tey bæði í Viðareiðis kirkju, og tá høvdu tey fingið eini hús upp at standa úti á Bø. Tað er einki at ivast í, at tey har Heimi hava hjálpt teimum at fáa húsini upp. Lívsins uppihald Ognarleys høvdu ikki nógv at velja í tá í tíðini. Tey vóru fegin um, at tey høvdu so frægt til dagin og vegin, at tað var hugsningur um at fáa sær tak yvir høvdið og at hungurin varð hildin frá durunum. Jósup fekk eitt gerðið uppi á Hamrinum omanfyri býlingin úti á Bø, og tað gjørdi, at tey kundu velta epli. Lendið var grýtut, og jarðarteigurin hevur neyvan borið seyð tey nógvu fyrstu árini, men tað hevur verið ófatuligt, hvussu lítið fólk tá í tíðini kundu klára seg við. Longu áðrenn einahandilin varð tikin av, var søla av útróðrarfiski vorðin týdningarmikið íkast til lívsuppihaldið hjá føroyingum, sum annars høvdu gjørt lítið við at brúka fiskiríkidømið, ið svam rundan um teir, til meiri enn til tað, teir sjálvir kundu fáa nyttu burturúr heima við hús. Svínoyingar vóru frammarlaga í útróðri. Robert Joensen, sáli, hevði á orði, at sambært kanningar, sum hann hevði gjørt, so kom tað eitt skifti meiri av útróðrarfiski upp á land í Svínoy, enn tað kom í nakrari aðrari bygd í Norðoyggjum. At útróðurin var so góður mundi vera orsøkin til, at svínoyingar ikki vóru ímillum teir fyrstu, sum fóru burtur, eftir at skipsfiskiskapurin tók seg upp seinasta fjórðingin av síðstu øld. Tað sigst, at Jógvan bóndi, sum hann var kallaður, var tann fyrsti skipsmaðurin úr Svínoy. Hann fór undan aldarskiftinum til skips við Jens í Dali. Bátarnir Jósup var útróðrarmaður burturav, eftir at hann og Anna Katrina vóru gingin saman í hjúnarlagi. Hann róði út við teimum har Heimi, og onkuntíð um sumrarnar róði hann saman við Dániali niðri í Túvu. Í 1890 fingu svínoyingar 8-mannafarið Samognina skrásettur í 1891. Símun úti á Oyri smíðaði bátin, og teir, sum áttu hann, vóru teir har Heimi, sum áttu tveir sessir, Óla Hans átti tveir sessir, gamli Jens átti tveir sessir og Jósup og Ólavur Norði áttu hvør sín sess. Samognin stóð í neystinum á Eiðinum, og teir róðu norður á hav við honum. Í tjúgunum fingu teir sær eitt nýtt 8-mannafar. Tann báturin varð nevndur Mjølnir. Tað var Pól Jóhannes í Gulaksstovu, sum smíðaði teimum henda bátin. Tey har Heimi áttu tveir sessir, og tað vóru vanliga Rasmus og Hans Petur, sum mannaðu teir. Tey hjá Óla Hansi áttu tveir sessir, og tað vóru vanliga Julius og Óli, sum mannaðu teir. Teir úti í Váli áttu tríggjar sessir. Gamli Hanus úti í Váli átti ein, og brøðurnir Sofus og Jóannes úti á Váli áttu hvør sín sess. Mjølnir stóð heimanfyri, men hann var ikki serliga nógv brúktur, áðrenn tíðin at rógva til útróðrar var liðug, og maskinbátarnir loystu gomlu árabátarnar av. Jósup var altíð formaður. Tað verður sagt um hann, at hann hevði sera gott skil á veðri og streymi, og tað lá væl fyri hjá honum at fáa fisk. Hann var stórur og sterkur, og tað er tiltikið, at hann hevði góða songrødd. Teir sungu á veg til og av útróðri, og berandi røddin hjá Jósupi hoyrdist langan veg. Undir seinna krígnum fingu eftirkomarar hjá onkrum av teimum omanfyri nevndu sær ein maskinbát. Talan var um ein róðrarbát ­ eitt seks mannafar ­ sum Símun Poulsen, Símun hjá Póli, hevði smíðað. Báturin æt Ormurin Langi, og Jóhan Kirke í Fugloy setti uppá hann. Tilfarið var úr rekaviði, og teir settu ein Perfekt motor í hann. Motorin, sum var tveir ella kanska tveir og ein hálvan hest til støddar, høvdu teir fingið úr einum fýramannafari, sum Kaj Thomassen átti. Hesin báturin kallaðist Hemarin. Teir, sum áttu henda bátin, vóru Kaj Thomassen, Hanus úti á Váli, Jóan Pauli, sonur hansara, Karsten úti á Bø og Jákup á Rókini ella Jákup hjá Konkordiu, sum hann eisini varð nevndur. Teir mistu bátin tiltikna illveðursdagin í februar í 1943, tá deksbáturin Nekkur tók fleiri manningar upp á bátum úr Svínoy, sum høvdu verið á útróðri henda dagin. Í staðin fyri Ormin Langa fekk manningin ein skipsbát til vega frá Jóan Jakku á Viðareiði. Í honum var ein fýra hesta Soli motorur. Fiskakeyparar Í Svínoy er tvírøtt. Tað eru góð og høglig útróðrarmið, sum tað er skjótt at koma til bæði frá Eiðinum og frá víkini. At fleiri bátsmanningar róðu út og at nógvur fiskur kom upp á land hevði m.a. við sær, at tað var stórur hugur at fáast við handil og at taka ímóti fiski. Fyrsti maður, sum fekk sær handil í Svínoy, efir at einahandilin var avtikin í 1856, mundi vera Símun í Gulaksstovu. Miðlinga Símun, sum hann eisini varð nevndur, stendur í fólkateljingini í 1880 at vera 63 ára gamal og at vera handilsmaður harafturat var hann eisini ólærdur lærari. Hann gekk burtur á veg úr Borðoyarvík og til Svínoyar 25. septembur í 1884. Dávur Syderbø var ættaður úr Kunoy, og hann kom í 1870unum út til Svínoyar sum fyristøðumaður fyri úthandlinum, sum Jóan Petur á Stongunum hevði úti á Váli. Har tóku teir ímóti útróðrarfiski. Dávur flutti umleið 1885 til Klaksvíkar, og Símun Júst Jacobsen av Húsum, sum akkurát tá hevði tikið læraraprógv, kom út til Svínoyar at standa fyri handlinum. Tað gjørdi hann til 1913, umframt at hann eisini var lærari frá 1903 og til 1913. Í 1870 vóru 120 fólk í Svínoy, í 1890 vóru 124, í 1901 vóru 165, í 1911 187, í 1921 204, og tað var hægst í 1925 og í 1935, tá 214 fólk búðu í Svínoy. At fólkatalið vaks so nógv síðst í hinari øldini og fyrst í hesi øldini komst av góðu umstøðunum at dríva útróður av plássinum, og tað sást m.a. aftur í handilsslívinum. Umframt omanfyri nevndu handlar komu um árhundraðskiftið fleiri handlar, og tað var felags fyri teir allar, at teir tóku ímóti útróðrarfiski. Rasmus Olsen úti á Bø fór at handla, og í 1898 var handilin liðugt bygdur heimi í bygdini. Sonur hansara Mikkjal Olsen yvirtók handilin, og seinni flutti hann heim og búsettist undir somu lon, sum handilin var. Húsini, har Óla Hans Frammi í Garði hevði handil, vóru liðug í 1899, og tað var um hetta mundið, at hann fór at handla. Jógvan Justinussen ella Jógvan uppi í Húsi, sum hann var nevndur, fór at handla í 1916. Teir tóku allir ímóti fiski frá útróðarmonnunum. Náddu dustsins árum Kona Jósup, Anna Katrina var ein lítil og blíðsníðað kona. Tað sæst eisini á myndini, sum tað hevur eydnast at funnið av henni. Luturin hjá henni var tann sami, sum hann var hjá øll-um øðrum føroyskum kvinnum. Hon tók sær av húsarhaldinum, og har var nóg mikið at takast við. Tey áttu sjey børn, og tað mesta av tí, sum skuldi til í einm húsarhaldi, skuldu tey sjálvi syrgja fyri. Jósup Niclasen, traðarmaður og útróðrarmaður, doyði í 1930, og tá var hann 70 ára gamal. Tað hevur ikki eydnast at finna nakra mynd av honum. Tað verður sagt, at hann, sum so mangur annar í hansara tíð, dámdi ikki at verða fotograferaður. Eftir at Jósup var deyður, var Anna Katrina nógv hjá dóttrini, Biritu. Hon plagdi at vera úti á Bø um dagarnar, men hon lá ongantíð nátt har úti. Á vári í 1938 fekk hon eina heilabløðing, sum hon doyði av hetta sama várið. Tá var hon 77 ára gomul. Húsini stóðu uppi nakað eftir hetta, men undir krígnum tók Óla Jákup millum Garðarnar, sum var ein av versynunum, húsini niður. Tað mundi ikki vera nógv tilfar í húsunum, sum kundi verða til nakra nyttu, men stórviðurin kundi tað kanska bera til at brúka til okkurt. Anna Katrina og Jósup fingu sjey børn, og komandi leygardag skulu vit siga eitt sindur um, hvørji tey vóru og hvussu tey baldust á lívsins havi. Gospelkonsert í Runavík Fríggjakvøldið 7. november kl. 21.00 verður gospelkonsert í Ítróttarhøllini í Runavík. Tað er vælkenda felagið TLT-Booking, sum hevur fingið konsertina í lag í samstarvi við norska missiónsfelagsskapin Misjon Uten Grenser. Konsertin er skipað eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Lagt verður fyri við norska sangaranum Jan Honningdal. Hann hevur seinastu árini gjørt seg kendan í Norra, m.a. við fleiri tónleikaútgávum, sum hava verið sera væl móttiknar. Við sær hevur hann eisini tónleikarar, so framførslan hjá honum verður Live. Samtíðis sum hann fer at syngja og spæla fer felagsskapurin Misjon uten Grenser, at vísa myndir v.m. gjøgnum multimedia á skýggja sum verður uppsettur. Misjon Uten Grenser arbeiðir við misjón og hjálpararbeiði í londum, serliga eystanfyri. Allur peningur, sum verður til yvirs fer til at stuðla hesum arbeiði. Seinni parturin av konsertini verður framførdur av Magna Christiansen & Band. Hann hevur fyri kortum sent fløgu á marknaðin og er hon sera væl móttikin. Hann fer at spæla sangir av tí fløguni, samtíðis sum hann eisini fer at syngja aðrar sangir, m.a. sangir hjá Alex Bærendsen. Ljóðið og tí tekniska fer E.D.J. Sound at taka sær av, so tað skuldi verið í lagið. Kostnaðurin verður 50,- fyri vaksin, 40,- fyri lesandi, 30,- fyri børn 7 til 13, og børn undir 7 ár sleppa ókeypis inn. Forsølan byrjar kl. 20.00. Allahalgannakonsert Sunnudagin 2. november kl. 17 verður árliga allahalganna konsertin hjá kirkjukórinum Ljómi. Á konsertini syngur eisini kórið Røddir. Harumframt verða næmingar úr Suðuroyar Musikkskúla við. Skráin er alt frá føroyskum og svenskum sálmum, negro spirituals til Mozart. Peningurin, sum inn kemur við offurgongdina, fer til vælgerandi endamál. Langir leygardagar í Havn Umboð fyri handlar í felagnum Tórshavn, í SMS, á Hálsi og Keypssamtøkuna hava á fundi avgjørt at hava langar leygardagar 8. november og 29. november. Á sama fundi vóru upplatingartíðirnar á jólum til umrøðu. Afturlatingarlógin varð broytt í 1996 soleiðis, at nú kann vera opið 18.-23. desember til kl. 20 og jólaaftan til kl. 12. Av og á fellur jólaaftan á ein sunnudag, og hetta eru handilsfólk sera fegin um, tí tá kunnu øll fáa ein meira friðarligan jólaaftan. Tað er tí eitt ynski millum nógv handilsfólk at hava stongt jólaaftan á hvørjum ári. Áheitan er komin frá Føroya Keypmannafelag um at arbeiða fyri at steingja jólaaftan 1997. Upplýst varð, at felagið longu hevði tosað við bakarar og handlar í Havn, sum tóku undir við uppskotinum. Semja var á fundinum um at fylgja áheitanini frá Føroya Keypmannafelag treytað av, at allir handlar steingja. Afturfyri ynsktu umboðini at halda opið Tollaksmessukvøld til kl. 22. Arbeitt verður víðari við málinum, og peningastovnarnir eru eisini spurdir verður sagt í tíðindaskrivi frá Kunningarstovuni. Jóannes Dalsgaard joannes.dalsgaard@lss.fo Daniella Andreasen 90 ár Tann 30. oktober varð Daniella Andreasen í Vestmanna 90 ár, og mong eru vit kring landið, ið gerast púra bilsin og halda fyri vist, at álmannakkin má mistaka seg. Tí Daniella ella Ella, sum mong nevna hana, er yngri í sinn og skinn enn mong í sokallaðum góðum árum. Men álmannakkin hevur sum kunnugt altíð rætt og tí eru vit mong kring landið, sum ynskja Daniellu hjartaliga til lukku við føðingardegnum. Vit gleðast samstundis um at kunna verða roknað til hennara vinir, at kenna hana og hennara blíða og lívsfríska lyndi, ið breiðir seg til øll, ið koma henni í nánd. Daniella Andreasen varð hósdagin 90 ár Daniella er ættað úr Sørvági úr góðum bergi brotin. Faðir hennara var Petur Jacobsen, Petur í Gomlustovu og móðirin var Johanna, fødd Davidsen, nevnd Dáva-Johanna og dóttir tann tiltikna Gamla-Dáva, ið var úr Kvívík. Daniella vaks upp í Sørvági og flutti sum átjan ára gomlu til Tvøroyrar, har hon fyrst arbeiddi hjá Theodor Gregersen og síðani á posthúsinum. Á eini ólavsøku hitti hon ein ungan lærara og yrkjara úr Vestmanna, tann vælkenda Andreas Andreasen og har varð kærleiki við fyrsta eygnabráð. Daniella og Andreas giftust tann 9. august 1932 og Daniella fylgdi síðan Andreasi til Skálavíkar, har hann var lærari. Í Skálavík vóru Daniella og Andreas sera væl umtókt, og har fingu tey vinir fyri lívið. Hetta var ikki løgið, tí bæði høvdu tey sterka útstráling, men á hvør sín háttt. Ein gamal skálavíkingur helt tey hóska væl saman: Andreas álvarsamur, eitt sindur innitokin ikki sørt av einum heimspekingini Daniella framúr livandi, útvend og charmerandi. Mótsetningarnir funnust og unntust væl eitt langt lív. Saman gjørdust tey fyri mongum ímyndim uppá tað, sum nógv av teimum yngru ættarliðunum sambinda við tað góða gamla: eitt lív í trúfesti móti ætt og vinum, eitt lív í samljóði við umheimin. Hann á floti ella í ferð við at festa ein tekst á blað hon við sínum handarbeiðum av ymsum slag. Daniella var og er framvegis framúrskarandi dugalig til hendurnar, og eingin hevur tal á øllum teimum pløggum, ið hon hevur lagt úr hondum. Eftir eitt ár Selatrað, har hann eitt skifti var lærari, fluttu Daniella og Andreas til Vestmannar, har hann hevði fingið starv. Her í heimbygda hansara kom tey at búgva meginpartin av lívinum, men sambandið til vinir og kenningar uttan sum innanlands varð væl og virðiliga røkt og hildið livandi. Daniella er farin um tey níti framvegis líka andsfrísk, lívsglað og bjartskygd sum altíð. Altíð er hon við tí góða orðinum, altíð til reiðar at síggja tað bjarta og ljósa í lívsins viðurskiftum, hóast onkuntíð kann vera myrkt fyri framman. Daniella eigur tey sjáldsomu evni at varðveita tær stóru og góðu gávur, sum hon hevur frá skaparans hond. Ein tann størsta gáva hennara er hennara er hennara frásøgukynstur. Daniella hevur allar dagar verið ein góður eygleiðari, og hetta saman við hennara framúrskarandi frásøgukynstri ger tað til eina frægd at lurta eftir henni. Og hetta ger, at hon enn sum áður er tann, sum øll savnast um í einihvørju samkomu. Daniella kan bergtaka eina samkomu við sínum frásøgukynstri. Tann, ið hesar reglur skrivar, var einaferð á sum blaðungur saman við vinmonnum veg í býin á ólavsøku. Tá komu Daniella og Andreas á vitja foreldur míni. Daniella fór eftir áheitan undir at siga frá eini kongavitjan í Vestmanna. Og henda í roynd og veru lítisverda søga gjørdist skjótt so áhugaverd, stuttlig, spennandi og margháttlig, at hvørki greinskrivarin ella hansara vinir komu oman til Havnar fyrr enn út ímóti morgni. Tá hevði Daniella rúnarbundið ein heilan hóp av skálvíkingum, skúvoyingum og ungum havnarfólkum við hesari og mongum øðrum frálíkum søgum. Hetta at duga at siga frá einari søgu ella einari hending var nógv umhildið í gomlum døgum. Men góð frásøgufólk fækkast í okkara tøkniligu tíð, og tí eru vit takksom fyri at kenna nøkur av teimum eldru, ið meistra hetta kynstur. Daniella og Andreas áttu fimm børn og hevur hon, nú hon rundar tey níti, 16 ommubørn og 18 langommubørn tað seinasta kom í heimin dagin fyri hennara stóra dag. Daniella er enn sum fyrr bjartskygd, greið, gløgg og ungdómmlig, fylgir við væl øllum, sum fyriferst úti sum heima og eitt nú fótbóltslandssliðið eigur neyvan dyggari stuðul enn hana. Trúføst er hon enn sum áður og hon enn hevur orðið í síni makt. Alt hetta og mangt annað ger, at øll, sum eru saman við Daniellu, gerast ríkari í huganum og frískari sinninum. Frá Daniellu fer eingin tómhentur. Harrin havi lov fyri slík menniskju sum Daniellu Andreasen og mátti títt lívskvøld, Daniella, verðið eins gott og blítt og alt tað góða, tú unnir okkum øllum, sum kenna teg og eru góð við teg. Sofus Johannesen Annað umfar í Grand Prix kappingini hetta vikuskiftið Badminton: Annað umfar av Grand Prix kappingini verður hetta vikuskiftið Í dag byrjar annað umfar av stóru Grand Prix kappingini, sum Badmintonsamband Føroya skipar fyri í vetur. Hetta umfarið verður í Ítróttarhøllini á Skála og byrjar í dag kl. 11.00. Tá skulu tey yngstu børnini royna seg. Kl. 14.00 verður hildið fram við teimum eldru børnunum, og í morgin skulu tey vaksnu í eldin. Støðan í toppinum í Grand Prix kappingini eftir fyrsta umfar er hendan: Menn 1. Jákup Midjord 500 2. Erland Poulsen 480 3. G. Gregoriussen 460 4. Heðin Joensen 440 5. Rani í Líð 440 Teir eru allir úr HBF Kvinnur 1. Ingun Hansen 500 2. Borglis Fagradal 480 3. Annika Berg 460 4. Guðrun Jacobsen 460 5. K. Thorkildshøj 440 6. Guri Poulsen 420 Ingun og Borglis eru úr Stráluni á Strondum, meðan hinar eru úr HBF Mansunglingar 1. Jørgin Enghamar 300 2. Hergeir Staksberg 280 3. Thorvald Petersen 260 4. Eirikkur Hansen 245 5. John M. Jarnfoss 225 Teir eru allir úr HBF Kvinnuunglingar 1. Durita Mikkelsen 300 2. Anbritt Jensen 280 3. Elin Joensen 260 4. Alma á Lava 250 5. Christina Mørkøre 240 Hesar eru allar úr HBF Dreingir 14-16 ár 1. Aksel Poulsen 300 2. Tommy Jacobsen 280 3. Teitur Ellingsgaard 260 4. Leivur á Lækjuni 240 5. Jens Norðberg 240 Leivur er úr ÍF, meðan hinir eru úr HBF Gentur 14-16 ár 1. Karin Hansen 300 2. Marit Mortensen 285 3. Jenny Niclasen 260 4. Hjørdis Klein 250 5. Elsebeth Iversen 240 Hesar eru allar úr HBF Dreingir 12-14 ár 1. Bjartur Lamhauge 300 2. Hanus Eliasen 280 3. Jonhard Hansen 260 4. Steinar Jacobsen 240 5. Dánjal P. Joensen 220 Bjartur er úr HBF, meðan hinir eru allir úr ÍF Dreingir 10-12 ár 1. Tummas Rubeksen 300 2. Gunnar Poulsen 280 3. Jákup á Lækjuni 260 Jákup er úr ÍF, meðan hinir báðir eru úr HBF Gentur 10-12 ár 1. Elin Hansen 300 2. Una Nielsen 280 3. Guðrun Poulsen 260 4. Birita Nielsen 260 5. Sára Arge 240 6. Ása Trúgvadóttir 220 Una og Guðrun eru úr VÍF, meðan hinar eru úr HBF Dreingir undir 10 ár 1. Niclas Eysturoy 300 2. Eyðun Laksáfoss 280 3. Magnus F. Joensen 260 4. Hilmar K. Jacobsen 240 5. Magnus Lambaa 240 Gentur undir 10 ár 1. Jenny Nielsen 300 2. Kristina Eliasen 280 3. Lív Næs 265 Hesar eru allar úr VÍF Kyndil skal nú vísa at teir kunnu hótta VÍF Hondbóltur: Sunnudagin verður klassiski dysturin ímillum VÍF og Kyndil spældur í Vestmanna Sunnudagin verður tað, sum vanliga var stóri dysturin í hondbóltskappingini hjá monnum, spældur í Vestmanna. Í fjør hevði Kyndil ongan kjans móti VÍF, men nú fáa teir aftur ein kjans at koppa gula meistaraliðnum úr Vestmanna, og dysturin í morgin fer at geva fyrstu ábendingina hvussu tey bæði mest sigursvandu feløgini eru fyri samborið við hvørt annað. Vestmenningar hava vunnið báðar dystirnar, sum eru spældir í landskappingini higartil. Fyrst vunnu teir stórsigur á Neistanum, men seinasta vikuskiftið høvdu teir trupulleikar við at basa kollfirðingum. Men at enda var eingin ivi um sigurin, og teir vunnu við seks málum. Kyndil vann í fyrsta umfari á StÍF í útivølli, og tað tóktist verða so gott úrslit, at vónir vóru fyri einum ári við Kyndli í oddinum, men seinasta vikuskiftið komu Kyndlamenn og -viðhaldsfólk nakað niður á jørðina aftur, tí tá vunnu grannarnir úr Hoyvík á Kyndli, og H71 tykist í løtuni verða besta boðið til kapping við VÍF í oddinum. H71 skal hetta vikuskiftið royna seg ímóti StÍF á heimavølli. Strandingar fingu seinasta vikuskiftið javnleik móti Neistanum eftir dramatiskan og løgnan dyst, har teir javnaðu 11-málsleiðslu hjá Neistanum eftir einum korteri. Seinasti mansdysturin verður í Havn millum Neistan og KÍF, og tað er ein dystur, sum skal gera av, hvør skal verða aftast í deildini eftir hetta vikuskiftið. KÍF hevur tapt báðar sínar fyrstu dystir, meðan Neistin og StÍF hava eitt stig í part. Neistin til Klaksvíkar Hjá kvinnunum verða eisini tríggir dystir hetta vikuskiftið. Stjørnan skal fyri fyrstu ferð í ár royna seg á heimavølli, og botnliðið fær ein megnar uppgávu, tí Neistin kemur á vitjan. Neistin hevur vunnið báðar sínar fystu dystir og liggur á odda í deildini saman við StÍF. Stjørnan hevur tapt báðar sínar dystir Á Kambsdali verður dystur millum GÍ og Kyndil, og gøtukvinnur, sum heldur ongan dyst hava vunnið í ár, spæla sín triðja heimadyst. Kyndil byrjaði kappingina við at tapa á Skála, men síðani vunnu tær stórsigur á Stjørnuni, og tær ætla at halda fast um framgongdina við at vinna á GÍ í dag. Seinasti kvinnudysturin verður í Vági, har StÍF fer at vitja VB. Vágskvinnur hava bert spæla ein dyst enn, og hann vunnu tær á Stjørnuni. StIF hevur hinvegin spælt tríggjar dystir og hevur vunnið tveir. Dysturin millum VB og StÍF verður í morgin, hinir báðir kvinnudystirnir eru í dag. Jákup Mikkelsen aftur í Superliguni Fótbóltur: Føroyski málverjin fær aftur kjansin á besta liðnum hjá Herfølge sunnudagin Jákup Mikkelsen stendur eftir øllum at døma í málinum, tá Herfølge spælir ímóti Vejle í Superliguni sunnudagin. Kappingarneytin hjá Jákupi, Kai Larsen, hevur staðið seg illa seinastu dystirnar, og hann hevur kostað fleiri mál farnu tveir dystirnar. Eftir dystin móti FC Keypmannahavn seinasta vikuskiftið staðfesti venjarin hjá Herfølge, Ole Mørch, at tað nú bilaði við sjálvsálitinum hjá málverjanum. Og sambært tí, sum Ítróttarsosialurin hevur fingið at vita úr Herfølge, ætlar Ole Mørch at skifta málverjan út og seta føroyska landsliðsmannin millum stengurnar á superligaliðnum hetta vikuskiftið. Jákup byrjaði kappingarárið í ár sum málverji á besta liðnum, men eftir ein skaða, sum hann fekk í Estlandi, hevur Kai Larsen vart málið. Jákup hevur síðani stríðst fyri at vinna plássið aftur, og nú hann er frískur og væl fyri, fær hann helst kjansin aftur. Tá vit royndu at fáa fatur á Jákupi í gjár, var hann farin til venjingar, men á skrivstovun hjá Herfølge varð sagt, at Jákup skuldi spæla á besta liðnum hetta vikuskiftið. Julian Johnsson verður yrkisspælari Fótbóltur: Hósdagin setti Julian Johnsson sítt navn á sáttmála, sum ger hann til yrkisspælara í norska felagnum Kongsvinger Julian Johnsson hevur nú sett sítt navn á sáttmálan, sum ger hann til yrkisspælara í Noregi. Eftir at Julian í oktober mánaði var til royndarvenjingar í norska felagnum Kongsvinger hevur verið greitt, at fótbóltsframtíðin hjá landsliðsspælaranum hevur ligið í norska felagnum, og nú er staðfest at so er. Hósdagin skrivaði Julian Johnsson undir ein 3-ára sáttmála við Kongsvinger, og fyrst í komandi ári byrjar Julian í norska felagnum. Tvey tey seinnu árini hevur Julian fingið veruligt gjøgnumbrot. Hann kom á landsliðið og er har vorðin til ein av stuðulsspælarunum, og hevur í ár havt fleiri fram úr avrik í altjóða dystum. Í ár gjørdist Julian føroyameistari við B36, og hann hevi sjálvur so stóran leiklut í hesum FM-sigri hjá B36, at viðspælararnir i vikuskiftinum valdu hann til ársins spælara í 1997. Og fyri at krúna eina góða viku, skrivaði Julian hósdagin undir sáttmála við Kongsvinger. Eingi tøl í sáttmálanum eru almannagjørd, men tað er greitt, at Julian skal liva av at spæla fótbólt. Sjálvur ætlar Julian at gera vart við seg í norska felagnum. Málið er ikki nátt nú hann hevur fingið sáttmála. Hann ætlar sær á besta liðið hjá Kongsvinger, hóast kappingin um plássini er hørð, er Julian ikki stúrin.­ Eg trúgvi uppá meg sjálvan, og eg ætli mær at taka plássið frá onkrum av spælarunum, sum eru á liðnum, sigur hann avgjørdur. Hjá B36 er tað ein stórur missur, at Julian nú fer til Noregs at spæla. Julian var ein av mest týðandi spælarunum á liðnum, sum vann FM-heitið í ár, og enn er ikki komið alment fram, um B36 ætlar sær ein avloysara úr onkrum øðrum felag ella um avloysarin skal finnast ímillum teir mongu evnaríku spælararnar, sum longu eru at finna í felagnum. Jens Martin Knudsen til Íslands Fótbóltur: Nú manglar bert undirskriftin á sáttmálan millum Jens Martin Knudsen og íslendska felagið Leiftur Kemur einki óvænta uppí, missur GÍ nú sín trygga aftasta skansa. Jens Martin Knudsen, sum hevur spælt flest altjóða dystir á føroyska landsliðnum, skal næsta ár royna seg í íslendska felagnum Leiftur. ­ Enn havi eg ikki skrivað undir sáttmála við íslendska felagið, men eg havi havt samráðingar við teir, og um nakrar dagar fái eg eitt útkast til sáttmálan. Er hann soleiðis, sum eg vænti hann er, skrivi eg undir, sigur Jens Martin Knudsen við Ítróttarsosialin. Jens Martin Knudsen vardi málið hjá GÍ øll meistaraárini frá 1992 til 1995, og eisini í ár hevur hann spælt í Gøtu. Men sum støðan er í løtuni, verður tað ikki í GÍ, at Jens Martin spældir næsta ár. ­ Eg havi eisini fingið okkurt tilboð frá føroyskum felag, sum er sera gott, men eg vil siga soleiðis, at broytist støðan ikki munandi nú, spæli eg við Leiftur næsta ár, sigur landsliðsmálverjin. Fleiri fyrimunir í Íslandi Næsta ár skal Páll Guðlaugsson venja Leiftur, og hann hevur fingið til uppgávu at skaffa onkrar føroyskar spælarar við sær yvir til Íslands. Jens Martin Knudsen er tann fyrsti, sum váttar, at hann hevur fingið tilboð frá íslendska felagnum, men Ítróttarsosialurin hevur frætt, at Øssur Hansen eisini er rættiliga nær einum sáttmála við Leiftur. Vit royndu í gjár at fáa fatur á Øssuri, men tað eydnaðist okkum tíverri ikki. Íslendska felagið endaði sum nummar trý í kappingini, sum endaði nú í heyst, og teir hava farnu tíðina selt fleiri spælarar. Millum annað hava teir selt kekkiska málverjan, teir hava havt farnu árini, av landinum, og tí eru teir meiri enn áhugaðir í at fáa føroyska landsliðsmálverjan at spæla við teimum. ­ Tað eru fleiri fyrimunur við at fara til Íslands at spæla. Eg komi at spæla á grasið, støðið er nakað hægri enn her í Føroyum, og so hevði ein slík avbjóðing verið ein veldug motivatión, sigur Jens Martin Knudsen. Sáttmála fyri eitt ár 30-ára gamli Jens Martin Knudsen telist millum best kendu føroysku spælararnar, og síðani tiltikna bragdið í Landskrona á sinni, hevur føroyski málverjin fleiri ferðir fingið fyrispurningar úr útlondum, men ikki fyrr enn nú er tað vorðið veruliga aktuelt at fara uttanlands at spæla. ­ Donsku f eløgini, sum eg havi fingið fyrispurningar frá, havi ikki spælt á tí støðinum, sum eg kundi hugsa mær at spæla á, og skuldi eg til dømis farið til Skotlands at spælt, hevði eg verið noyddur at gjørt ein trýárasáttmála, sigur Jens Martin Knudsen. Sáttmálin, sum Jens Martin væntandi skrivar undir við Leiftur, er bara fyri eitt kappingarár, og tað vil siga frá 1. mai til 30. september. ­ Eg havi lagt dent á, at eg skal venja upp í Føroyum. Og fái eg tað ígjøgnum, verði eg í GÍ til 1. mai, tá eg so fari til Íslands. Meiri sjónligur Við at fara til Íslands at spæla, gerst Jens Martin Knudsen uttan iva meiri sjónligur. Nógv fleiri fólk fara til fótbóltsdystirnar í Íslandi, og umboð fyri útlendsk feløg leita javnan í Íslandi eftir spælarum. Og sum dømi kann nevnast, at júst Leiftur, har Jens Martin helst skal spæla, hevur selt sjey spælarar farna árið. Men enn er sáttmálin millum Jens Martin Knudsen og Leiftur ikki undirskrivaður, og so leingi hann ikki er tað, siga royndir, at eitthvørt kann henda. Men hendir ikki nakað kollveltandi, verður Jens Martin Knudsen næsta ár ein av spælarunum í íslendsku kappingini. Yvirtøka av fólkakirkjuni Tað hevur mangan verið ført fram bæði av lands- og kommunupolitikkarum, at flyta stovnar, ið eru í Havn, út á bygdir tí, teir eins væl kunnu vera onkra aðrastaðni sum í Havn. Hesum havi eg sum kommunupolitikkari altíð verið ímóti, við tí frágreiðing, at tað er heilt natúrligt, at umsitingin er í Havn. Havnin er ikki einans býurin hjá havnarfólki. Havnin er høvuðsstaðurin hjá okkum øllum. Men at fara at niðurleggja fleiri stovnar, sum eru úti um landið og hava verið í 100 ár, her verður hugsað um posthúsini fyri at spara eina millión, og samtíðis í ramasta álvara skula yvirtaka fólkakirkjuna, sum vit vita kemur at kosta fleiri milliónir, tað er ikki lætt at skilja. Teir prestar, sum rópa upp í dag um at fáa kirkjuna á føroyskar hendur, teir eru í ferð við at grava sína egnu grøv. Tað verða ikki at ganga nógv ár, frá tí kirkjan er yvirtikin, til hon verður stongd, av tí einføldu orsøk, at tað verða ikki pengar at halda sær opnar. Hvør tá skal verða syndabukkur er ilt at ímynda sær, helst danir, teir eru vanir við slíkt. Vit mugu vóna, at tjóveldið ikki fær fleirtal í Tinginum fyri hesum ørskapi, og at eingin javnaðartinglimur tekur undir við hesi ábyrgdarleysu ætlan. Palli Dalsgaard Misnøgdir lurtarar Vit vilja við hesum skrivi inniliga heita á útvarpið um at taka sendingina Orð og mál av skránni alt fyri eitt . Vit halda sendingina ikki vera áhugaverda, men heldur er hon kollveltandi, og er við til at beina fyri teirri málrøktarkós, sum teir, ið góvu Føroysku-donsku orðabókina út. Gongur útvarpið ikki hesum á møti, fara vit at siga útvarpsgjaldið frá okkum. Freistin er 3 mánaðir. Misnøgdir lurtarar Farma og fólkaflutning hvør sær Hetta brotið í greinini hjá Árna Joensen í Sosialinum fríggjadagin kom ikki við og verður tað prentað her. Vit biðja um umbering. Blaðstj.. Eftir míni meting, er bráneyðugt at umhugsa at skilja farmaflutning og ferðafólkaflutning sundur. Á hvønn hátt hetta skal gerast dugi eg ikki at siga beint nú, men møguliga eigur vinnan sjálv at finna loysnir fyri farmaflutningi innanoyggja eins og gjørt er til flutning av óviðgjørdum fiski av landinum, men mítt boð uppá ferðafólkaflutning, er, at hann, í nógv størri mun, eigur at fara fram við tyrlu. Vit mugu til at útbyggja tyrlutænastuna í øllum førum. Um Glade Hjørne oman á Bryggjubakka Hann er farin úr klædninginum og í gummistilvarnar fyrr í ár tók Jákup Jakobsen Jákup av Kamarinum við leiðsluni av handlinum hjá Føroya Fiskimannafelag Samvinnufelagnum. Jákup Jakobsen hevur seinastu 31 árini selt slips, skjúrtur og klædningar, men hevur nú av sonnum hálsað um Jákup Jakobsen, Jákup á Kamarinum ella Jákup Harratoy er farin úr klædninginum og í gummistilvar Hóast hann ikki er meira enn 50 ára gamal, so er hann av teimum handilsmonnunum í býnum, sum hava virkað longst í vinnuni í hvussu so er hevur hann verið partur av handilslívinum í Havn í 35 ár. Vit tosa um Jákup Jakobsen, ella Jákup á Kamarinum í Havn, sum fyrr í ár tók við leiðsluni í handlinum hjá Fiskimannafelagnum, Samvinnufelagið á Bryggjubakka í Havn. Jákup starvaðist í handlinum hjá Gundur í 13 ár og rak sjálvur handilin víðari í 18 ár. Í august í ár lat handilin aftur. Av fýra teimum fyrstu klædnahandlunum Jákup Jakobsen fór sum 15 ára gamal í læru sum goymsluavgreiðslumaður hjá Einari Storr í Havn. Hetta var í 1962 og varð hann útlærdur í 1966. Seinni sama árið tað var tann 1. desember 1966 byrjaði hann í tí starvi, hann hevur verið kendur fyri síðani sum klædnahandilsmaður í Havn. Tað var Gunder Johansson, sum tann 6. desember 1966 lat upp nýggjan klædnahandil í Havn. Hetta var í nýggja bygninginum, sum Dánjan Petersen hevði bygt við síðuna av Havnarbasarinum har húsini hjá Ísaki stóðu. Og Jákup Jakobsen var í handlinum hjá Gunder frá byrjan. Samstundis lótu upp Skóbúðin og handilin Joto. ­ Gundur hevði tá havt skræddaraverkstað og konfektión í húsum sínum í Tvørgøtu í fleiri ár, men um hetta mundið var tað, at miðbýurin rættuliga var í menning. Tá bar ikki til at reka handil, lást tú ov langt burturi frá sjálvum miðbýnum, greiðir Jákup frá. ­ Kissa var tá farin frá Hans Joensen, og varð byrjaður fyri seg sjálvan við klædnahandli í 1963. Gunnar Stockholm hevði eisini sín handil, so handilin hjá Gundur var tann fjórði klædnahandilin í Havn. Fyrstir at selja LeviOEs Sekstiárini vóru góðar handilstíðir í Havn. ­ Tað gekk sera væl hesi árini, og vit seldu nógv líka til oljukreppan kom í 1973, og var tað var fyrstu ferð vit merktu nakað til kreppu. ­ Vit, sum tá vóru ung, høvdu ongantíð upplivað eina kreppu. Eg var jú ov ungur til at minnast ringu tíðirnar í fimtiárunum, men oljukreppan neit kortini ikki so fast í handilslívinum, sum kreppan í nítiárunum gjørdi, vil Jákup Jakobsen vera við. Annars vóru sekstiárini nýskapandi á mangan hátt eisini innan móta. Beatles, Bee Gees o. o. høvdu sína týðuligu ávirkan. Nú komu buksur við svaj í, og fólk gjørdust meira tilvitað um móta. Jákup Jakobsen sigur eisini, at handilin hjá Gundur var tann fyrsti handilin í Føroyum, sum seldi buksur av kenda merkinum Levi^1s. ­ Hetta var seinast í 60^1unum og síðan komu onnur amerikonsk merki sum Lee, Wrangler og franska Lee Cooper, sum var eitt rættuligt boom, ið sló øll onnur merki á marknaðinum. ­ Fólk fóru nú at skifta klæði oftari, sum mótin skifti. Svaj-buksurnar ella Bellbottom, sum tær nevndust, vóru skiftar um við rørbuksur og síðan kassabuksur. Seinni hevur mótin hildið seg meira til tað smala, og hevur skift ár um ár, og litirnir sesong fyri sesong, sigur Jákup Jakobsen. Jákup og Gundur vóru øll hesi árini saman í handlinum. Men eitt longri skifti í 70^1unum starvaðist eisini Marjun Larsen í handlinum. ­ Tað lá alla tíðina í kortunum, at einaferð í tíðini skuldi eg taka yvir handilin frá Gundur, greiðir Jákup frá. ­ Og í 1979 valdi Gundur at gevast, og tók eg tá yvir. Hetta var 1. desember júst 13 ár eftir, at Jákup kom at starvast hjá Gunduri. ­ Eg fekk beinanvegin fólk at hjálpa mær, og í januar 1980 kom Nicolina Jacobsen at vera í handlinum, og seinni sama ár eisini Finnbjørg Skaalum. Eftir at hava verið í handlinum saman við Gundurin í 13 ár, helt Jákup fram við handlinum í 14 ár á sama stað. Tá Jákup tók yvir í 1979 broytti hann navnið frá Hjá Gunder til Gunder Harratoy. Gundur doyði í 1986, og nakað seinni broytti Jákup navnið til JJ Harratoy. Um Káta Hornið oman á Bryggjubakka Hevði oljukreppan í 1973 ikki so stóran týdning fyri handilslívið, so neit kreppan í 90^1unum fastari. ­ Mitt í kreppuni í 1994 fingu vit møguleikan at flyta í hølini á Glade Hjørne, og vit tóku av. Har lá handilin betur fyri, og tað hevði størri týdning nú, tí kreppan merktist rættuliga væl. ­ Men í marsmánað í ár varð heitt á meg um at verða leiðari á Samvinnufelagnum. Hetta helt eg vera eina spennandi avbjóðing, sigur Jákup, sum síðan rak báðar handlarnar nakrar mánaðir. Men hann sá skjótt, at tað bar ikki til. ­ Hetta var hvør sín heimur og eg mátti velja. Eg eri nú vorðin fimti, og hugsaði, at tað var tíð uppá slappa av, og tí gjørdi eg av at lata aftur handilin JJ-Harratoy, greiðir Jákup frá, og har fór 31 ára gamli handilin í søguna. Steig í vaskispanninaŠ Jú, vit kunnu staðfesta, at umhvørvið inni í handlinum á bryggjubakka, Samvinnufelagnum millum gummistilvar og oljuklæði ikki er heilt tað sama, sum millum klædningar og slips uppi á Glade Hjørne. ­ Tað nyttar einki at koma til mín nú, skalt tú hava klædning, hvíta skjúrtu og slips. Her er tað sjómaðurin og verkamaðurin, ið kemur at keypa, hóast onkur av mínum gomlu viðskiftum hava fylgt mær oman, og støkka inn á gólvi til prát og kaffi, sigur Jákup. ­ Tað er heldur ikki tað sama at selja klæði í dag. Meðan tá vóru fýra klædnahandlar í Havn í 1966, so fært tú klæði í høvrjum super-marknaði í dag, sigur Jákup, sum kortini ikki ætlar at kollvelta Samvinnufelagið. ­ Eg havi kent tað sum maktpáliggjandi at handilin ikki verður ein JJ-handil, men at hann verður, sum hann altíð hevur verið og her er hugnaligt niðri á Bryggjubakka, leggur Jákup afturat, meðan hann skimast út á vágna. ­ Her kann eg eygleiða umhvørvið, eg eri uppvaksin í: Vestaru vág, Bryggjubakka, Havnar Kirkju hetta er partur av mínum ungdómsumhvørvi, sigur Jákup, sum er uppvaksin í snotuligu húsunum, sum abbi hansara, Magnus á Kamarinum bygdi í Konradsbrekku í 1902 sanniliga eini av vakrastu húsum í Havn. Sum gamal í fakinum minnist Jákup sjálvandi onkra skemtingarsama hending at greiða frá: ­ Meg minnist einaferð, at ein maður kom inn í handilin at keypa einar buksur. Hann hevði helst fingið eitt sindur upp í høvdið, men fór kortini inn í prøvarúmið við buksunum. Men hann var heldur ótryggur á beinunum. Inni í prøvarúminum stóð ein spann við vaskivatnið, tí gólvið varð júst vaskað. Brádliga hoyra vit nakrar bøllutar eiðir úr prøvarúminumŠ ­ Tá maðurin skuldi smoyggjar sær í aðra brókina, stígur hann beint í spannina, og fekk karmŠ ­ Eri komin aftur til røturnar Nú Jákup hevur latið klædnahandilin aftur, er ein býarmynd horvin. Sum Jákup sigur, so er tað vorðið tyngri at reka eina klædnahandil í dag, tí nú eru so nógv, ið kappast. Meðan tað í 1966 bert vóru fýra mannfólkaklædnahandlar í býnum, so ber til at keypa klæði í hvørjum super-marknaði, sum Jákup tekur til. Men Jákup er sum altíð lættur í huga kortini. Hann tykist kenna seg væl millum gummistilvar, regnklæði og tjóðveldistroyggjur at tú skuldi ikki trúð, at hann alt lívið hevði bundið slipsaknýtar og passa klædningar uppi á fínum monnum. og hann letur væl at. ­ Eg kenni tað, sum eri eg komin aftur til røturnar, og her trívist eg avbera væl, sigur hann. Javnaðarflokkurin og framtíðin Tað er neyðugt at hava ein flokk, sum verjir vunnin rættindi, serliga nú fólkaflokkurin við buktini og báðum endum roynir at fremja eina nýggja skipan við einari trygging fyri tey, sum hava møguleika at gjalda og so skulu hini bara klára seg sum best. Veruleikin er tann, at ongantíð meira enn nú er brúk fyri einum javnaðarflokki, sum byggir á tey gomlu grundfestu sjónarmiðini: verjan av vunnum rættindum og tryggleiki fyri tey veikastu í samfelag okkara, skrivar Sverre Midjord, fyrrverandi tingmaður Sum tíðin gongur henda broytingar í tí vanliga lívinum, og tað tykist sum um hetta eisini er galdandi á tí politiska økinum, um vit geva okkum far um tað, sum ta seinastu tíðina hevur verið ført fram, so mugu vit sanna, at nakað er í tí, ið skrivað hevur verið. Tað er, og eg má siga natúrliga, at tað er javnaðarflokkurin, sums tendur fyri skotum. Tað er rætt, at okkara flokkur er broyttur frá tí tíðini, tá teir stóru persónligu leiðararnir stóðu á odda fyri javnaðarflokkinum. Teir stóðu stinnir og vóru í veruleikanum teir, sum bygdu okkara flokk sum ein flokk, ið stóð sum verjan fyri tey veikastu í okkara samfelag. Tíðin er broytt, og umstøðurnar eru kanska ikki tær somu nú sum tá, men sjálvt um tíðirnar eru broyttar, so er framvegis brúk fyri nøkrum, sum taka ta uppgávuna og sum er ein stór uppgáva, tað at syrgja fyri, at tey veikastu í okkara samfelag ikki verða gloymd, ella tað, sum verri er, verða viðgjørd á ein slíkan hátt, at tey ikki hava dirvi at krevja sín rætt. Við teimum stovnum og teimum ráðgevum, sum eru komin, er tað ein fyritøka fyri tað vanliga fólkið at fáa at vita, hvat teirra rættur er. Her hevur javnaðarflokkurin ikki nóg væl vart tey vunnu rættindi, og her er tað, at okkara flokkur her og nú skal gera vart við, hvat vit ætla á tí sosiala økinum. Vit skulu gera tað lættari hjá tí vanliga borgaranum at fáa síni mál framd. Tað skal ikki bara vera soleiðis, at skyldurnar skal borgarin vita av, men tann rætt, sum hann eigur, hann er mangan torførur at fáa fram. Her mugu henda broytingar. Javnaðarflokkurin má enn einaferð føra fram, at hann fyrr sum nú er einasti flokkur, sum veruliga ger nakað fyri okkara veiku, og at hann eisini nú fer at kanna eftir, hvussu vit kunnu fremja eina broyting í okkara pensiónsskipan, og hetta er ein álvarsligur spurningur, nú verandi samgonga við verkamannafylkingini sum undangongu vil fremja tiltøk, sum vilja skerja tann rætt, ið varð framdur av okkara undangongumonnum. Vit mugu her og nú seta eina kanning við tí fyri eygað at framrokna pensiónsupphæddina til tað, hon eigur at vera eftir tí grundupphædd, sum var tá skipanin bleiv skrásett í 1959. Tí við teimum broytingum, sum eru framdar frá almennari síðu eisini meðan vit hava umsitið hesi øki, so er upphæddin ongantíð førd fram til ta upphædd, sum hon eigur at vera. Tað eru gjørdar broytingar í lønarlagnum, sum hava ført við sær broytingar í livikostn-aðinum, men fólkapensiónin er ikki framførd á sama hátt, og hetta er nakað, sum okkara flokkur má gera nakað við og føra fram sum ein part av okkara politikki. Vit fara at gera broytingar í fólkapensiónsskipanini tann rætta vegin, tí tann upphædd, sum verður útgoldin í dag, er ongantíð framførd í mun til tær prís- og lønarbroytingar, sum eru framdar síðani 1959. Hetta er eitt álvarsmál, og hetta er okk-ara mál og við at gera nakað við hetta, og soleiðis vilja vit vísa, at okkara flokkur aftur er á beinari kós. Tað er neyðugt at hava ein flokk, sum verjir vunnin rættindi, serliga nú fólkaflokkurin við buktini og báðum endum roynir at fremja eina nýggja skipan við einari trygging fyri tey, sum hava møguleika at gjalda og so skulu hini bara klára seg sum best. Veruleikin er tann, at ongantíð meira enn nú er brúk fyri einum javnaðarflokki, sum byggir á tey gomlu grundfestu sjónarmiðini: verjan av vunnum rættindum og tryggleiki fyri tey veikastu í samfelag okkara. Áki Bertholdsen Tveir skúlalæknar skjótt settir Gongur sum ætlað, verður aftur skúlalækni í Suðurstrymoy og í Suðuroyar Syðra læknadømi komandi vár. Gongur sum ætlað, verður aftur skúlalækni í Suðurstrymoy og í Suðuroyar Syðra læknadømi komandi vár. Hetta upplýsti Kristjan Magnussen, landsstýrismaður í tinginum mikudagin. Tað var Jenis av Rana, sum hevði spurt hann, hvussu verður vorðið við skúlalæknanum í Havn. Ongin skúlalækni hevur verið í Suðurstreymoy eina tíð, men nú er so útlit at nýggjur skúlalækni verður settur í februar gongst sum ætlað. Kristjan Magnussen segði at seinasta var varð ætlanin at fáa lýsing í Ugeskrift for læger. Men í juni vendi Praktiserende lægers Organisation, PLO, sær til landsstýrið og boðaði frá, at nýggjur sáttmáli var komin í gildi, men at tey høvdu gloymt at boða landsstýrinum frá hesum. Tí bar ikki til at lýsa eftir nýggjum skúlalækna, fyrrenn sáttmálaviðurskiftini vóru klár. Kristjan Magnussen sigur, at sáttmálin eigur at tillagast føroyskum viðurskiftum, og umframt hetta eru lønarviðurskiftini eini heilt onnur enn tey, skúlalæknin í dag verður løntur eftir. Landsstýrið sendi í summar PLO bræv við viðmerkingum til sáttmálan. Í summar hendi onki av tí feria var, men í heyst er gongd komin á aftur. Bræv er á veg til landsstýrið frá PLO við tillagingum til sáttmálan. Sáttmálaviðurskiftini skuldi verðið greið á jólum og tí skulu verið greitt at søkt eftir skúlalæklna til Suðurstreymoy, og til Suðuroyar syðra læknadømi. Áki Bertholdsen Á Landssjúkrahúsinum er alt fult:Sálarliga sjúk sleppa ikki á sjúkrahúsið Á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum er so fult, at tað kemur fyri, at vit noyðast at nokta fyri at innleggja fólk. Vit noyðast eisini at útskriva fólk, áðrenn gott er, sigur leiðandi yvirlæknin Tað er einki nýtt, at støðan á landssjúkrahúsinum er vónleys. Tað hevur hon verið í nógv ár, tí samstundis sum Landssjúkrahúsið hevur fingið minni og minni pengar at arbeitt við, hevur tað fingið alsamt fleiri og fleiri uppgávur. Ikki minst hevur støðan verið vánalig á psykiatrisku deild hevur støðan verið ring seinastu árini. Fyrr í vikuni var tað sumt sum bendi á, at tað var blivið heilt galið við játtanini til landssjúkrahúsið, tí meirnýtslan skuldi vera nakrar miljónir ov stór. Men setti sjúkrahússtjórin, Mary í Garði sigur, at talan var um óvanlig fyribils fyribrigdi, og at ein framskriving hjá fíggjardeildini á landfssjúkrahúsinum hevur víst, at játtanin í ár fer at halda, uttan at tað verður neyðugt at taka serlig stig Útskrivað áðrenn gott er Men tað merkir ikki, at landssjúkrahúsinum ikki tørvar pening Sofus Joensen, leiðandi yvirlækni sigur, at ætlanin er at lata báði pensjonatið og dagtilhaldið aftur fyri jól og tær verða ikki lætnar uppaftur fyrrenn eftrir nýggjár. Hetta er eitt sparitiltak, sum hevur brúkt nøkur ár nú. Sofus Joensen sigur, at tað er øgiliga møðsamt hjá starvsfólki at arbeiða undir so hørðum trýstið. ­ Og táið starvsfólkið ikki hevur tað gott, hava sjúklingarnir tað heldur ikki. Tað smittar. Hann sigur, at tað er ómetaliga strævið at arbeiða undir so hørðum trýsti. ­ Tað er skjótt at føla seg útbrendan, sigur hann. Tey á landssjúkrahúsinum hava verið øgiliga trek at viðganga, at peningatrotið gongur útyvir sjúklingarnar. Men tað viðgongur Sofus Joensen. Hann sigur, at trýstið á psykiatrisku deild er so stórt, at tey verða ofta noydd at útskrivað fólk, áðrenn gott er. ­ Her er so trongt, at vit noyðast ofta at útskriva fólk áðrenn vit halda, at vit áttu at gjørt tað, sigur hann. ­ Men vit royna sjálvandi at taka frá tí frægara endanum. Merkir tað so eisini, at tit sýta fyri at leggja fólk inn, sum annars áttu at verðið innløgd ­ Ja, vit hava bara eitt ávíst seingjatal. So tað kemur fyri, at vit noyðast at vísa fólki frá okkum, sigur hann. ­ Men hvussu ofta talan er um tað, veit eg ikki, leggur hann afturat Sleppa ikki av við fólk Men hinvegin hevur psykiatriska deild ein annaan trupulleika afturat: ­Tað er, at vit sleppa ikki av við tey fólk, vit fegin vildu sloppið av við, sigur Sofus Joensen. Hann sipar til, at tað liggja nógv fólk á psykiatrisku deild, sum ikki eiga at verða á sjúkrahúsið, men á røktarheimi. ­ Tað eru rættiliga nógvir røktarsjúklingar á psykiatrisku deild. Hetta eru fólk, sum ikki fáa viðgerð, men røkt, og tað tekur sjálvandi pláss frá sjúklingum, sum áttu at verið her í viðgerð. Báði á medisinsku deild og skurðdeildini liggja eisini røktarsjúklingar. Sofus Joensen sigur, at orsøkin er sjálvandi tann, at tað er so stórt trot á røktarheimsplássi. Hann sigur, at hevði ætlanin hjá landsstýrismanninum í heilsumálum um eitt r øktarheim fyri fólk í barndømi, vunnið frama, hevði tað hjálpt ein heilan hóp. Ikki bara hjá psykiatrisku deild. Men eisini hjá teimum húskum, sum ikki hava eina róliga løtu av tí at tey hava fólk búgvandi, sum eru í barndømi, og sum ongin veit, hvat kunnu finna uppá. Tey finna uppa, og út um náttina, tey tendra komfýrin, og gloyma hann, og hvattað skal vera. ­ Mín meining hevur altíð verið, at fólk í barndømi skuldu átt fyrsta rætt til pláss á røktarheimi. ­ Tey eru púra óhjálpin Tey liva í eini heilt aðrari verð og tað ber ikki til at flyta tey innaftur í hendan heimin. Tað er onki at gera, uttan at ansa eftir teimum, sigur Sofus Joensen. Ein bumba undir heilsuverkinum Sofus Joensen sigur, at tað verða fleiri og fleiri gomul, og gongdin aðrastaðni er tann, at tað verða fleiri og fleiri fólk í barndømi á røktarheiminum. Sviar kalla hetta eina útreiðslubumbu undir samfelagnum. Sofus Joensen sigur, at tess longri vit bíða við at bøta um støðuna, tess tyngri verður tað, loysa málið. ­ Kanska hava vit ikki gjørt politakurum tað nóg greitt, hvussu støðan er, hóast tað er nevnt í ymsum sambandi, leggur hann afturat. Medisinska deild má spara 50-70% av sengrunum burtur Stórar sparingar skulu finnast á landsjúkrahúsin-um fyri at játtanin fyri í ár skal halda. Á medisinku deild er neyðugt at leggja upp til 70% av seingjarplássun-um niður til 1. januar. Sparingin merkir, at bara akuttar viðgerðir verða. hjá øllum hinum verður bíðitíðin longd nakrar mánaðir ­ Bíðitíðin hjá teimum, sum ikki krevja bráðneyðuga viðgerð, verður longd einar tríggjar mánaðir, tí fyri at spara mugu fleiri deildir lata aftur ávís tíðarskeið frá 10 . vovember til 5. januar, sigur Jón á Steig, leiðandi yvirlækni á medisinsku deild Landssjúkrahúsið er aftur í peninganeyð. Higartil í ár eru meiri pengar brúktir, enn roknað varð við. Tað merkir, at teir báðar mánaðirnar, eftir eru av árinum, skulu umfatandi sparingar gerast fyri at fáa játtanina at halda. At fara út í Tinganes við húgvuni í hondini at biðja um eykajáttan, verður frammanundan mett at verða nyttuleyst. Tí haðani hava boðini verið greið í nøkur ár nú: Játtanin skal haldast, og tað verður ikki talan um eykajáttan. Tað er sera trupult at fáa nágreiniligt yvirlit yvir, hvussu umfatandi sparingarnar eru. Roknskaparleiðarin vil einki upplýsa, men vísir til setta sjúkrahússtjóran, Mary í Garði. Men í grein á síðu 4 í blaðnum sigur, hon, at játtanin fer at halda, uttan at tað verður neyðugt at taka óvanlig stig. 50-70% burtur Men hetta er ikki, hvat leiðandi yvirlæknin á medisinsku deild, Jón á Steig sigur. Hann sigur, at skal játtanin halda, verður neyðugt við ógvusligum sparingum. Hann hevur ikki nágreiniligt yvirlit yvir fíggjarstøðuna, og hann veit bara, hvørjar sparingar verða gjørdar á medisinsku deild. ­Hjá okkum verður neyðugt at spara ímillum 50 og 70% av seingjarplássunum burtur frá 10 november til 5. januar. Flestu sengur verða niðurlagdar á jólum. ­ Á jólum eru altíð fáir sjúklingar á landsjúkrahúsinum, tí øll verða send til hús, sum yvirhøvur kunnu. ­ Men í ár noyðast vit so tíverri undir jólahaldið longu Mortansmessuaftan, mánadagin 10. november, leggur hann speiskliga afturat. ­ Talan verður um at lata fleiri deildir aftur uppá skift. ­ B8 -intensiva deild -, og barnadeildin lata ikki aftur. Jón á Steig sigur, at annars lata báði B6, B7 og barakkin aftur ávís tíðarskeið, tað, ið eftir er av árinum. ­ Ímeðan deildirnar eru stongdar, verða sjúklingarnir fluttir ímillum deildirnar. Nógv noyðast at bíða Leiðandi yvirlæknin á medisinsku deild sigur, at hesa tíðina, frá 10. november til 5. januar, verða bara sjúklingar innlagdir, sum krevja bráðneyðuga viðgerð. ­ Hjá øllum øðrum, sum høvdu væntað at sloppið í viðgerð nú, noyðast vit so tíverri at útseta viðgerðina . ­Tvs, at bíðitíðin hjá teimum verður longd einar tríggjar mánaðir, sigur hann. Hinvegin verða bráðneyðug viðgerð altíð gjørd. ­ Tað, sum er bráðneyðugt, tað er bráðneyðugt. So má játtanin heldur verða sprongd. Jón á Steig sigur, at henda støðuga skáksiglingin ímillum tey fíggjarligu skerini er ógvuliga møðsam hjá øllum pørtum, tí tað ber ikki til at leggja langtíðarætlanir. Ov nógvar barnakonur Jón á Steig sigur, at orsøkin til sparingarnar nú, er, at starvsfólkið hevur so nógva avspáking til góðar, og tað má fáast frá hondini nú. ­ Deildirnar eru so illa mannaðar, at bara eitt fólk er burtur, má eykahjálp kallast til, og hon er dýr og elvir til nógva avspáking ­ Landssjúkrahúsið er eitt stórt arbeiðspláss hjá konufólki. Orsøkin til at fráveran hevur verið so stór í ár, er, at so nógvar kvinnur, sum arbeiða á Landssjúkrahúsinum hava átt børn, og hava verið burtur av teiri grund. Jón á Steig heldur, at barsilsfarloyvi í Føroyum er ov stutt. Avleiðingin av stutta barsilsfarloyvinum er bara tann, at so verða kvinnurnar sjúkrameldaðar ístaðin, fyri at leingja barsilsfarloyvið. Leiðandi yvirlæknin sigur, at hetta er høvuðsorsøkin, at meiri pengar eru brúktir higartil í ár, enn í fjør, tí hetta kundi ongin vita frammanundan. Alt tað nýggjasta um AIDS í Norðurlandahúsinum Føroyska AIDS ráðið fær í næstum forvitnisliga vitjan úr Danmark. Føroyska AIDS ráðið fær í næstum forvitnisliga vitjan úr Danmark. Tí um 14 dagar koma tey bæði, sum standa eina fremst í AIDS-arbeiðnum í Danmark, og á altjóða støði, til Føroyar at halda fyrilestur. Talan er um Jens Ole Nielsen, professara á sjúkrahúsinum í Hvidovre og Anne Graumann, upplýsingarstjóri hjá danska Aids-fonden, sum nú koma til Føroya. Gávu til AIDS grunn Fyrilesturin verður í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 14. november klokkan 19. Í sambandi við fyrilesturin verður høvi at lata nýstovnaða AIDS-grunninum gávu. Endamálið hjá grunninum er at stuðla upplýsing um HIV og AIDS. Endamálið er eisini at stuðla fólki við HIV ella AIDS. Bæði í fremstu røð hesi bæði fólkini, sum koma til Føroyar eru ikki hvør sum helst í stríðnum ímóti AIDS. Tí bæði standa tey í fremstu røð. 31 ára gamla Anne Graumann er cand mag í fronskum og í samskifti, og seinastu tvey árini hevur hon verið upplýsingarstjóri í danska AIDS- fonden. Meðan Anne Graumann mest er uppií danska AIDS-arbeiðnum, hevur hin fyrilestrarhaldarin, 54 ára gamli Jens Ole Nielsen, eisini gjørt vart við seg í altjóða arbeiðnum í stríðnum ímóti hesi herviligu sjúku. Hann bleiv lækni í 1959 og er serlækni í smittandi sjúkum, livrasjúkum og internum medisini. Í 1985 bleiv hann leiðari á nýstovnaðu deildini fyri smittandi sjúkur á sjúkrahúsinum í Hvidovre. Hann er eisini ráðgevari hjá heilsustýrinum í málum viðvíkjandi smittujúkum. Hann var við at stovna danska AIDS ráðið og var formaður fyri nevndini í ráðnum níggju ár. Seinastu árini hevur hann verið umboð Evropa nevndini í altjóða AIDS sambandinum. Hann er eisini nevndarlimur í evropiska AIDS-sambandinum. Hann er formaður í stýribólkinum í EURO-AIDS. Í 1994­97 var hann limur í etiska ráðnum. Síðani 1993 hevur hann verið professari í internum medisini við Keypmannahavnar Universitet, umframt at hann er leiðandi yvirlækni á á deildini fyri smittandi sjúkur á sjúkrahúsinum í Hvidovre. Greiða frá arbeiðnum í Fyrilestri sínum fer Anne Graumann at tosa um arbeiði hjá AIDS fonden. hon fer eisini at tosa um virksemið hjá grunninum, hvussu arbeiðið er skipað, og hvørji tiltøk, tey stuðla. Og somuleiðis fer hon at greiða frá, hvussu støðan er í løtuni viðvíkjandi AIDS, og, hvørjum økjum AIDS grunnurin arbeiðir á, afturímóti øðrum HIV og AIDS felagsskapum. Seinasta nýggja Jens Ole Nielsen fer í sínum fyrilestri at tosa um tað seinasta nýggja í stríðnum ímóti AIDS, hvussu gongdin er, og, hvat er hent í seinastuni, báði í Danmark í úti í verðini. Hann fer at greiða frá, hvussu arbeiðið gongur at forða fyri, at smittan breiðir seg í Norðurlondum, og, ikki minst, hvussu útlitini eru framyvir. Hann fer somuleiðis at umrøða nýggjastu viðgerðarhættirnar, og hvussu útlitini eru hjá teimum, sum nú eru í viðgerð fyri AIDS. At enda fer hann at umrøða teir serligu trupulleikar, og tey serligu viðurskiftið, ið kunnu stinga seg upp, tá ið AIDS sjúklingar úr Føroyum fara til Danmarkar at fáa viðgerð. Og hann spyr heilt at enda um samstarvið kann økjast. Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Flyta inn um tríggjar vikur Verandi starvsfólk í Heimarøktini skulu ieisini arbeiða á røktarheiminum Um tríggjar vikur er ætlanin, at nýggja røktarheimið á Sandi skal lata upp. Starvsfólkini eru ikki sett enn, tí neyðugt er at gera sersáttmála veið sjúkrasystrafelagið, av tí at setanarviðurskiftini verða øðrvísi. Ætlanin er nevniliga ikki at hava sjúkrasystrar burturav at arbeiða á heiminum, men tær, sum frammanundan starvast í Heimarøktini, skulu eisini arbeiða á røktarheiminum. Tað sama við heimahjálparunum í Heimarøktini. Tær skulu eisini arbeiða á røktarheiminum. Røktarheimið á Sandi hevur sent út umsóknarbløð, men enn eru fáar umsóknir komnar inn. Tað sifst, at soleiðis er altíð, tá eitt øki fær sítt fyrsta røktarheim, at fólk aftra seg við at søkja um at koma hagar at búgva. Men ikki plagar at ganga long tíð, til fullsett er, og bíðilistin haraftat er langur. Níggju fólk sleppa inn á heimið at búgva, og haraftrat verða tvey umlættingarpláss. Ida sigur, at óneyðuga nógv rúm vórðu til umsiting, so tvær skrivstovur eru gjørdar um til umlætting Hini bæði røktarheiminum í Sandoynni, í Skopun og í Skæalavík, er ætlanin at lata upp fyrsta ársfjórðing næsta ár. Fimm føst pláss og tvey umlættingarpláss verða á hvørjum heimi. Annað heimið fer at verða heim fyri senil dement, tey sum eru so nógv í ørviti, at tey eru strævin hjá øðrum at vera saman vi. Triðja húsið hugsar Ida sær skal vera sum eitt sambýli fyri fólk, sum ikki eru heilt óhjálpin, klára seg so nøkulunda, men tora ella kunnu ikki vera einsamøll. Hetta er ein royndarætlan, tí aðrastaðni í Føroyum hevur ikki verið vanligt at býta upp á henda hátt, og tað er eisini nýtt at samskipa røktarheim og heimarøkt. Tað heldur Ida vera tað einasta rætta fyri at fáa sum mest burtur úr. Men alt er treytað av, at røktarheimið, ella heimni, fær tað játtan, sum sett er av í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár Vit kunnu IKKI snýta við Skrubbuni Viðmerking til eina høpisleysa og ærumeiðandi grein í Dimmalætting Dimmalætting hevur 30. oktober eina ikki sørt margháttliga grein um Skrubbuna hjá SvF. Eitt er, at ein kappingarneyti, sum ætlaði at eiga føroyska marknaðin einsamallur, er firtin um kappingina. Annað er, at føroyska spælið verður niðrað so álvarsliga, uttan at fyrireikararnir fáa høvi at koma við eini viðmerking í somu grein. Í greinini verður m.a. sagt, at møguleiki er fyri at snýta so nógv sum ein hevur hug til. Kappingarneytin sleppur uttan mótsøgn at pástanda, at fyrireikararnir altso antin SvF ella Depa í Danmark kunnu sit aog blanda teir vinnandi seðlarnar, sum okkum lystir ella heilt at taka teir burturúr, so eingin vinnur. Hesi brotini eru beinleiðis ærumeiðing. Lat meg í fyrstu syftu bert gera hesar rættleiðingar. Vit síggja ongantíð Skrubburnar Skrubban verður hvørki prentað ella pakkað í Vordingborg, og fyriskipararnir hava onga ávirkan á, hvar tey vinnandi ørkini eru í rúgvuni. Tað passar heldur ikki, at fyrsta Skrubban hevði ov nógvar vinnarar, av tí at ov nógvir vinnaraseðlar vórðu pakkaðir saman. Orsøkin var ein heilt onnur og satt at siga nógv býttari enn so. Villan hevði einki við sjálva skipanina at framleiðsluni ella av spælinum at gera. Hvat er endamálið hjá Dimmalætting við at endurgeva ein kappingarneyta, sum einki innlit hevur í hetta málið Sannleikin er, at Skrubban verður útviklað av Sjónvarpi Føroya og Depa í felag. Men hon verður prentað á eini serligari prentsmiðju í Dublin, sum nevnist Play Print langt burtur frá starvsfólkunum hjá bæði SvF og Depa. Hendan fyritøkan prentar m.a. almenna írska happadráttin, hevur europeiska ISO 9002 góðskumerkið og er góðkend av svensku spælimyndugleikunum, sum eru teir harðastu í okkara parti av heiminum. Sjónvarp Føroya og Depa arbeiða eftir svensku reglunum, júst tí tær eru so striksar. Tveir serligir írskir fulltrúar gera eftir eini serligari skipan av, hvar vinnaraseðlarnir enda í rúgvunum. Teir sleppa síðani ongantíð aftur at nerta seðlarnar, sum verða pakkaðir púra tilvildarliga í forseglaðar pakkar. Sjálvandi eru eingi frámerki á nøkrum seðlum. Pakkarnir verða síðani við skipi ella flogfari fluttir úr Írlandi til Føroyar umvegis onkran danskan speditør. Depa sær ongantíð nakra Skrubbu á vegnum og fær sostatt ikki handfarið tær á nakran hátt. Sjálvt Sjónvarp Føroya sær onga Skrubbu. Tær verða fluttar beinleiðis til Postverk Føroya, har tær undir eftirliti av grannskoðarafyritøkuni Rasmussen & Weihe verða stongdar inni í eini boks, til tær verða spjaddar kring landið. Grannskoðararnir kanna eisini eftir, at pakkarnir eru forseglaðir. Lógin er føroysk Ein stórur partur av greinini snýr seg um, at Skrubban hevði verið ólóglig í Danmark. Tað er púra rætt, men tað høvdu eisini Gekkurin, V4 og Happadrátturin, eins og øll spølini hjá Tipstænastuni høvdu verið ólóglig í Føroyum, høvdu tey ikki á ein ella annan krúllutan hátt bygt á danska lóg hóast í gildi í Føroyum Eins og GEkkurin, V4 og Happadrátturin er Skrubban lóglig í Føroyum, tí hon byggir á føroyska lóg. Í Føroyum koyra vit í høgru síðu, sjálvt um tey koyra í vinstru síðu í Bretlandi. Um tað kemur fyri, at eingin vinnur í summum donskum spølum, veit eg ikki. Tað mugu onnur klandrast um. Men hetta er ið hvussu er púra óviðkomandi í sambandi við Skrubbuna, og tað er undir alt lágmark, at hesi viðurskifti verða nevnd hvørt um annað. Grannskoðararnir kanna regluliga eftir, at SvF letur í minsta lagi teir vinningar, vit hava skyldu til. Tað verður eisini greitt gjørt vart við vinningarnar í Skrubbuni fyri ein part á sjálvum seðlinum og fyri ein part í sjónvarpsinnsløgum, sum verða endurtikin so ofta, at tey nærum troytta spælararnar. Tróndur Djurhuus Sjónvarp Føroya Til Andreas Poulsen Tú sigur í Sosialinum ígjár, at hóttanin um persónliga ábyrgd hjá nevndarlimunum er ein roynd at draga fólk frá at taka á seg fakfelagsarbeiði. Hetta er als ikki so. Er tað rætt og rímuligt, um tú Andreas við vilja sorlar ein brandbil hjá kommununi, at kommunan so skal gjalda og ikki krevja endurgjald frá tær Eg haldi sum skattaborgari í Tórshavnar Kommunu, at kommunan hevur eina beinleiðis skyldu til at krevja endurgjald í sovornum føri. Arbeiðssteðgurin er settur í verk av tær sum nevndarformanni við vilja, og vísir tað seg, at hesin arbeiðssteðgur er ólógligur, og hevur almenni myndugleikin Tórshavnar Kommuna havt tap av hesum, meti eg at kommunan yvirfyri øllum hinum skattaborgarunum í býnum hevur eina treytaleysa skyldu til at gera alt fyri at fáa ein møguligan miss innaftur. Hugsað um tað Jógvan Páll Kirkjuráðini eiga at sleppa at gerast meira livandi Tað hendir rættiliga nógv í Fólkakirkjuni. Men um dagførdu kirkjulógirnar verða samtyktar, kann virksemið gerast enn meira, tí tá fáa kirkjuráðini meira ávirkan og ábyrgd, eins og tey hava í Danmark í dag Tað hendir nógv meira í føroysku fólkakirkjuni, enn nógv fólk ganga runt og halda, sigur Uni Næs, sum er sóknarprestur í Vestmanna og í Vágum. Men tað ber ikki til at rokna við, at alt arbeiðið skal liggja á presti einsamøllum, heldur hann. Tí vónar hann, at vit fáa dagførdu kirkjulógirnar í gildi í Føroyum, soleiðis, at meira ábyrgd og avgerðarrættur verður lagdur út til kirkjuráðini. Føroyska kirkjan er donsk, fáa vit ofta at vita. Men tað eru tvey høvuðsting innan kirkjuna, sum fólk kanska ikki dagliga hugsa um, sigur Uni Næs. Tað eru bygningurin, og tað er arbeiðið. Og so er lætt at sláa fast, at hóast arbeiðið er danskt, soleiðis at skilja, at danir rinda prestalønirnar, so eru bygningarnir føroyskir. Tað er soleiðis, at føroyska kirkjan í 1996 kostaði 27 milliónir krónur at reka. Av hesum rindaðu føroyingar 15 milliónir, meðan danir rindaðu hinar 12 milliónirnar. Danski parturin av rakstrinum fer til at halda prestagarðarnar, og til lønir til biskup og prestar. Umframt raksturin av stiftstjórnini. Rakstur av biskupsgarðinum og tí fyrisiting, har til hoyrir. Føroyski parturin fer til sjálvar kirkjubygningarnar, sum tað lokala kirkjuliðið sjálvt eigur. Tað er, sum sagt, kirkjuliðið, sum eigur og rekur kirkjuna. Har kirkjuskattur er, verður raksturin rikin við honum, og har eingin kirkjuskattur er, má peningurin so fáast inn annan veg, sigur Uni Næs, sóknarprestur. Vit hava ein grunn, sum nevnist Kirkjugrunnurin, har Løgtingið setir tríggjar milliónir í árliga. Hesar tríggjar milliónirnar verða so brúktar til viðlíkahald av kirkjunum uttan, til nýbygging og umbyggingar. Men tað, sum gerast skal innan í eini kirkju, er uppgávan hjá kirkjuráðnum at fáa pening til. So tað eru so sanniliga eisini føroyskir pengar, sum brúktir verða til donsku kirkjuna í Føroyum. Kirkjuráðið Vit hava eitt kirkjuráð til hvørja kirkju í landinum. Og tað er kirkjuráðið, sum skal taka sær av at menna og styrkja tað andaliga arbeiðið, sum gjørt verður á staðnum. Bæði hvat ytri karmum og innihaldi viðvíkur. At sita í kirkjuráðnum er nakað, sum fólk mangan bara hava tikið sum eina samfelagstænastu at kalla. Og lítli áhugin fyri hesum starvi speglast aftur í valluttøkuni, tá val er til kirkjuráðini fjórða hvørt ár. Hesi val eru skipað eins og kommunu- og løgtingsval, men luttøkan er at kalla eingin. Seinast, tá val var til kirkjuráð, vóru ikki fleiri enn fýra procent av teimum, sum vælrætt høvdu, á vali. Til samanberingingar kann nevnast, at í Danmark er áhugin fýrfalt so stórur. Har vóru 16% á vali. Og danir taka hetta í so stórum álvara, at vanligt er, at eisini politisku flokkarnir stilla upp til kirkjuráðsval í teimum størru býunum. Men tað krevur ábyrgd at sita í slíkum starvi. Uppgávurnar eru ymiskar, sum áliggja kirkjuráðnum. Fyrst og fremst skal kirkjuráðið syrgja fyri, at karmarnir um kirkjuliga virksemið, eru í lagi. Tað vil siga, at syrgja fyri, at til dømis kirkjubygningurin, sum kirkjuliðið eigur, er í góðum standi og kann brúkast til allar kirkjuligar handlingar. Ein onnur uppgáva hjá kirkjuráðnum er at velja prest. Og verður tað, sum tey, ið nú í fleiri ár hava arbeitt við dagføring av kirkjulógunum, ætla, fer kirkjuráðið at fáa víðkaðar heimildir og ábyrgd av tí virksemi, sum fer fram í og uttan um sjálva guðstænastuna, sigur Uni Næs. Lógararbeiði Frá tí, at vit fingu sjálvstøðugt biskupsdømi í Føroyum, hevur verið arbeitt við at fáa kirkjulógirnar dagførdar. Tað hevur tikið drúgva tíð og kravt nógva orku. Tær kreftir, sum brúktar hava verið í føroysku kirkjuni hesi seinastu seks-sjey árini, hava verið brúktar til ytru karmarnar í kirkjuni. Og nú tykist vera komið undir land, og tað er gott, sigur Uni Næs. Uni Næs ivast ikki í, at føroyska kirkjan einaferð verður yvirtikin, og tað heldur hann eisini vera rætt. Tær gomlu kirkjulóginar, sum eru frá 1924 við einstøkum seinni broytingum, hava gjørt tað torført bæði hjá kirkjuráðum og øðrum kirkjumyndugleikum at arbeitt, heldur Uni Næs. Og prestarnir hava ikki havt somu kor, sum donsku starvsfelagar teirra. Í nýggju, donsku lógunum er meira ábyrgd løgd út á kirkjuráðini, sigur Uni Næs, og tey hava eisini størri fíggjarligt frælsi, enn tey føroysku hava. Til dømis stendur í lógini, sum galdandi er í Føroyum, at kirkjuskattur bert kann nýtast til rakstur av kirkjuni, og ikki at byggja kirkjur fyri, sum onkur kundi ynskt. Tá nú hevur verið arbeitt í so langa tíð við hesum lógunum, heldur Uni Næs, at rætt hevði verið, at vit fingu hesar upp á pláss, áðrenn aðrar broytingar verða gjørdar. Hann heldur tí, at uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum um yvirtøku av fólkakirkjuni eigur at bíða, til hetta stóra lógarkompleksið er farið at virka. Hendir tað, at hesar lógarbroytingarnar ikki koma í gjøgnum nú, tí eitthvørt kanska órógvar, eru vit í somu støðu sum í 1924, og tað er ógvuliga óheppið, heldur Uni Næs. Men eftir, at dagførdu kirkjulógirnar eru settar í gildi, eiga vit beinan vegin at fara undir uppskotið hjá Signari á Brúnni, sigur hann. Starvsfólk Kirkjan hevur ávísar tænastur so sum hospitalsprest, deyvaprest og sjómanskirkju. Og so er spurningurin, um kirkjan í hasum andanum kann útbygja meira og nærkast fólkinum, sigur Uni Næs. Eftir nýggja lógaruppskotinum fáa kirkjuráðini størri frælsi at seta onnur fólk í starv enn bara prestin. Í Danmark eru sonevndir sóknarhjálparar. Hesi eru við til at styrkja tað kristiliga arbeiðið á staðnum, bæði kirkjuliga og sosialt. Hetta verður eisini lønt yvir kirkjuskattin. Og til ber at gera annað eisini. Tað eru kanska 85% av fólkinum limir í fólkakirkjuni. Men tað koma kanska bara eini 10% av hesum í kirkju regluliga. Og tað er alt ov lítið, heldur Uni Næs. Og so kann ein spyrja, hví soleiðis er Innihaldið í kirkjuni Vit hava eina skipan í okkara kirkju, sum ikki eigur at vera órørilig, sigur Uni Næs. Tað má kunna bera til at kjakast um hetta. Uni Næs heldur, at tað ber væl til at broyta ymiskt í vanligu guðstænastuni, uttan at kirkjan missir sítt innihald. Eitt nú at lata leikfólk lesa tekstir, sum gjørt verður aðrastaðni. Tað eru møguleikar fyri øðrum guðstænastum enn teirri vanligu hámessuni, sigur Uni Næs. Tað er ikki rætt av kirkjuni altíð at siga, at tað er so ringt og trupult at koma í samband við fólk, sigur Uni Næs. Her má kirkjan venda tí við og spyrja seg sjálva, hvat hon so kann gera fyri at fáa fólk at koma í kirkju. Og tað eru ymiskir møguleikar til tess. Barna-, ungdóms- og familjuguðstænastur eru vanligar manga staðni. Og í Vestmanna, har Uni Næs er prestur, verður eisini hildin ein árlig ítróttarguðstænasta. Eisini er vanligt at tey gomlu hava eina adventsguðstænastu, sum fyriskipað er í góðum samstarvi við heimahjálpina. Sangurin Og so er tað sangurin, sum so mangan verður tosað um. Tað eru mong, sum fýlast á, at sálmasangurin í føroysku kirkjunum er alt ov stirvin og keðiligur. Hetta nýtist ikki at vera so, heldur Uni Næs. Tað kann gott vera, at tað hevði kløkkað onkran, um nú knappliga eitt trummusett stóð frammi í kóri í kirkjuni. Men hví ikki tað Vit síggja tað jú í øðrum samkomum, og vit síggja eisini, at har eru nógv ung fólk til fundirnar. Kanska hevði tað verið við til at fingið fólk at komið í kirkju. Tað kann gott vera, at tað virkar eitt sindur forpoppað, men kirkjan eigur at vera har, fólkið er, sigur Uni Næs. Og tá fólkið ikki kemur í kirkjuna, má kirkjan fara til fólkið. Og kirkjan má duga at kenna, hvat rørist í fólki, og hvat teimum dámar at hoyra. Hann heldur, at um kirkjuráðini fingu størri møguleikar, var ein teirra at sett eitt fólk at tikið sær av sangi og tónleiki í kirkjuni burturav. Tað hevði avgjørt verið ein máti at fingið guðstænastuna eitt sindur fjølbroyttari. Men hugsa vit um at fara at broyta sjálva liturgiina, skulu vit vera eitt sindur meira varin, sigur Uni Næs. Tí tað skal ikki verða soleiðis, leggur hann dent á, at vit bara fara at broyta fyri broytingina skuld. Tað er heilt avgjørt nógv gott at fáa í kirkjuni, og tað eiga vit at varðveita. Men tað ber til at fáa annað gott afturat. Endamálið við øllum hesum er at gera sjálva hámessuna, sunnudagsguðstænastuna, til eitt gott upplivilsi, sum fólk fáa nakað burtur úr, sigur Uni Næs. Vit eru øll kirkjan Mangan verður ført fram, at kirkjan ger alt ov lítið fyri fólk uttan fyri vanligu sunnudagsguðstænastuna. Hetta er ikki so, sigur Uni Næs. Kirkjan ger eitt rættiliga stórt arbeiði, sum fólk kanska bara ikki gáa um. Uni Næs sigur, at hann roknar alt tað arbeiðið, sum kirkjuligir felagsskapir gera millum fólk, sum kirkjuligt arbeiði. Tað fer eitt rættiliga stórt ungdómsarbeiði fram í nógvum missiónshúsum í landinum. Fyri ikki at tala um allan sangin. Til dømis er hvørt ár sangskeið, sum Heimamissiónin skipar fyri. Hetta er tiltak, har hundraðtals fólk eru uppi í. Uni Næs, sóknarprestur í Vestmanna, sigur, at tá missiónsfeløgini nevna seg Kirkjuliga Heimasmissión ella Kirkjuligt Missiónsfelag, roknar hann við, og leggur stóran dent á, at júst orðið kirkjuligt ber boð um, at hetta er arbeiði, kirkjan tekur undir við og styðjar. Og hesi fólkini, sum hoyra til missiónsfeløgini, eru eisini partar av kirkjuliðnum. Kirkjuliðið eru vit øll, sum doypt eru, sigur Uni Næs. Fimm doyðu á sjónum Minningarhald teirra sjólátnu verður kring landið í dag Í dag er alla halganna dagur, og fleiri staði í landinum verður minninarhald fyri teimum, sum hetta seinasta árið lótu lív á sjónum. Fimm fólk eru sjólátin, síðan 1. november í fjør: Torgerð Sunadóttir úr Havn, 30 ára gomul. Hon druknaði í Vestmannasundi 28. november í fjør. Jack Haraldsen úr Vestmanna, 47 ára gamal. Hann gekk burtur 8. desember í fjør við báti sínum Leithamar. Helgi Gudmundsson úr Hvalba, 31 ára gamal. Hann doyði av vanlukkutlburði umborð á Phoenix 10. januar. Kenneth Allan Jespersen úr Fuglafirði, 24 ára gamal. Hann gekk burtur við danska skipinum Astrid Dahl vestan fyri Esbjerg 24. apríl. Hálvdan Andreassen úr Fuglafirði, 61 ára gamal. Hann druknaði í Fuglafirði 11. oktober. Minningarhaldið í Havn Í Havn er tað Tórshavnar Sjómansheim, sum skipar fyri haldinum. Haldið á Sjómansheiminum byrjar klokkan 10. Edmund Joensen, løgmaður, og Sverri Steinhólm, prestur, halda røður. Til hetta haldið plaga umboð fyri feløgini, sum hava við sjógvin at gera, at verða umboðað, og næmingarnir á Sjómansheiminum plaga eisini at vera við. Aftaná haldið verður farið niðan í viðarludina, har løgmaður leggur krans við minnisvarðan. Tveir sálmar verða sungnir, og prestur signar haldið. Fyrr løgdu eisini onnur at leggja krans alla halgannadag við minnisvarðan, men nú verða tey innbodnu til haldið í staðin biðin um at lata Eikjugruninum eina peningagávu. Minningarhald í Klaksvík Fleiri staðni í landinum verða minningarhald í dag. Í Klaksvík verður minningarhaldið við minnisvarðan í Vágstúni. Jógvan Lützen bjóðar vælkomin, Betesdakórið syngur, og tað verður felagssangur. Hilmar Danielsen heldur røðu. Jógvan Lützen leggur krans vegna Klaksvíkar býráð, Sámal Petur í Grund vegna Føroya Landsstýri, Frits Olsen vegna Klaksvíkar Útróðrarfelag, Andreas Reyðberg vegna Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, og Hanna Isaksen leggur krans vegna Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag. Óli teknar Samskiftis-, ferðavinnu- og sjóvinnumálaráðharrin klokkar eisini í tí sum mentamálaráðharri Sandoyarleiðin Samferðslan millum oyggjarnar er aftur á skránni. Hesaferð er tað ferðasambandið millum Sandoy og meginøkið, ið hevur gjørt samferðsluspurningin aktuellan. Borgarin og vinnulívið hava krav uppá eitt gott samband. Ein góður infrastrukturur er ein fortreyt fyri mentanarligum og búskaparligum trivnað í einum framkomnum samfelag. Men ein framkomin infrastrukturur kostar pening. Hann má haldast og røkjast alla tíðina. Hetta merkir, at tað er neyðugt javnan at gera íløgur. Verður hetta ikki gjørt javnan, so fáa vit fløskuhálsar. Tað er júst tað, sum hent er á samferðsluøkinum. Tá ið so fløskuhálsarnir koma, taka okkara landsstýrismenn til tey vanligu borgarligu ráð at peika á syndabukkar. Fyrst skal onkur hava skyldina, so fara vit at gera nakað við málið. Samferðslumálaráðharrin hevur gjørt hetta til ein part av sínum politiska image: hetta at lata høvdini rulla. So vónar hann at fáa dupultan vinning. Fyri tað fyrsta, vónar hann, at veljarin sigur: Endliga ein, sum torir at lata høvdini rulla. Í øðrum lagi kann hann vinna hetta, at veljarin gloymir, at tað eru politkkararnir og ikki embætismenninir, ið hava ábyrgdina. Soleiðis við Skopunarleiðini. Hóast Strandferðslan hevur roynt at rópa skiftandi landsstýrismenn upp, hevur Sámal Petur í Grund ongantíð hoyrt um trupulleikar við Trónda. Hetta kom púra óvart á okkum, sigur hann, meðan hann sær so ósekur út á skýggjanum, sum bert Sámal Petur kann. Men hetta lata vit fara, vit kunnu venda aftur til hetta eina aðru ferð. Tað er meira umráðandi, at vit fáa eitt orðaskifti um samferðsluna og tær mest átroðkandi ábøturnar har. Tróndur er ikki longur tíðarhóskandi far til Sandoyarleiðina. Tað er eingin orsøk til her at leggja fram øll argument í so máta. Hetta duga øll at skilja og síggja eisini landsstýrismaðurin. Vit vilja fegin her sterkt undirstrika, at vit halda, at landsstýrismaðurin eigur at fáa politiskan stuðul til at útvega eitt nýtt skip í staðin fyri Trónda. Men vit vita eisini, at hetta er eingin løtt uppgáva hvørki politiskt ella tekniskt. Politiskt tí at fíggjarlógaruppskotið longu er farið í løgtingið. Tekniskt tí at her er ikki bert talan um fyrilit fyri skipinum, men tað skal eisini takast hædd fyri teimum torføru havnaviðurskiftunum í Skopun. Hetta er eitt trupult mál, men hetta er eitt mál, ið má og skal loysast. Alt bendir á, at Tróndur eigur at verða skiftur út av trygdar- eins og av búskaparligum orsøkum, so má og skal hetta gerast. Hetta gerst ikki við teimum vanligu lappaloysnunum, ið eyðkenna hetta landsstýrið. hetta gerst bert við at byggja eitt nýt skip, ið serstakliga er hóskandi til farleiðina um Skopunarfjørð. Síðan eigur at verða farið undir at gera eina heildarætlan fyri útskiftingina av øllum hinum skipunum. Her stendur Smyril helst ovast á listanum, men nógv onnur skip eru gomul og óhóskandi. Hetta mál líkist eitt sindur málinum um at byggja upp í landssjúkrahúsið. Tað krevur, at allar góðar politiskar kreftir samstarva fyri at fáa eitt gott úrslit. Tiltøk Felagið Tórshavn Leygardagin 25. okt. verður túrar niðan á Kirkjubøreyn til Porkerisvatn og Krossvatn. Farið verður av Kunningarstovuni kl. 14. Havið góð og heit gonguklæði og ein kaffimunn við. Tilmelding á Kunningarstovuni. Felagið Pinkubarnadeyði hevur opið hús annan leyg-ardag í hvørjum mánaði frá kl. 14.00. Vit hittast í Jákupsstovu, J. Paturssonar-gøtu 24, Tórshavn. Nærri fæst at vita á tlf. 17940, 43363 ella 17261 Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 inngongd vestanfyri. AA-fundir Leygardagin kl. 17 og 22.30 Sunnudagin kl. 11 og Kl. 20-21.30 AA-evnisfundur í Tórsgøtu 5. Mánakvøldið kl. 20 í Tórsgøtu 5. Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad. týsd. hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 Fax 13824. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Kaffistovan er opin frá kl. 14-19 hvønn dag uttan leygardag. Mánadag kl. 17- 19 er Dagur og Vika o.a. Týsdag kl. 17.30 er døgurði. Føroysk bløð liggja frammi. Døgurðamatur, fløgur, bond, bøkur og ullvørur eru m.a. at fáa á kaffistovuni. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, líka vikur, frá kl. 11. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29 Veðrið Veðrið í dag: Lot til andøvsgul av vestri, skýggjað og kanska regn. Um middagsleitið gul av ymsum ættum og tað klárar í. Hitin millum 5 og 10 stig. Veðrið sunnudagin: Hann veksur vindin upp í ein strúk av landsynningi og væntandi turt. Hitin um 10 stig. Veðrið mánadagin: Hvassur vindur ella skrið av eystri og landsynningi og nakað av regni. Hitin um 10 stig. Veðrið týsdagin og mikudagin: Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi og serliga týsdagin eitt sindur av regni. Hitin millum 7 og 10 stig. Í gjár: Hátrýstið yvir landnyrðingspartin av Grønlandi breiðir seg í landsynning til Føroya og Skotlands. Í dag: Týsdagin og mikudagin vil eitt lágtrýst fara frá Atlantshavinum til Íslands og brúgvaløgini haðani fara væntandi um Føroyar. Týsdagur 4. november 1997 Hava fingið sera góðar upplýsingar Bretskt felag, sum ger kanningur við flogfari við Føroyar, hevur fingið sera góðar upplýsingar. Tað kannar m.a. oljulekur úr undirgrundini Í góða viku hevur eitt serútgjørt flogfar við støð í Vágum gjørt kanningar á havleiðunum eystan fyri Føroyar. Talan er um eitt flogfar av Navaho-slagnum, sum bretska fyritøkan Oilsearch eigur. Flogfarið leitar eftir og kortleggur oljublettir á havyvirflatuni kring Føroyar. Carolyn Moir, sum stendur fyri kanningunum, sigur seg var væl nøgda við úrslitið av kanningunum hesa fyrstu vikuna. -Eg skal sjálvandi ikki upplýsa nakað um, hvat vit síggja, men kann tó siga so mikið, at vit hava fingið nakrar sera góðar upptøkur. Eisini hava vit verið sera heppin við veðrinum. Flogfarið er útgjørt við sera framkomnari útgerð, sum kann síggja oljublettir á havinum og eisini gera mun millum tað, sum er likið frá skipum, og so tað, sum lekur upp úr sjálvum havbotninum. Eisini gera tey aðrar kanningar, eitt nú magnetiskar kanningar. Talan er um eitt øki uppá 17.500 ferkilometrar millum Føroyar og so Hvíta økið. Tey koma so eisini inn á tað Hvíta økið. Sosialurin skilur, at bretska felagið, hevur fingið eina áheitan frá einum av bólkunum av oljufeløgunum, sum er virkin á Føroyaøkinum, um at gera hesar kanningarnar. Hon váttar at tað eru eini 3-4 feløg í bólkinum men kann ikki upplýsa hvørji tey eru. Annars hava eisini onnur oljufeløg møguleika at keypa tilfarið. Ætlanin er at halda fram við kanningunum í einar tríggjar vikur aftrat. Flogfarið flýgur umleið 100 metrar omanfyri sjógvin, har tað kortleggur sokallaðar tunnar oljufilmar á havyvirflatuni. Eisini verða magnetiskar kanningar gjørdar av undirgrundini. Endamálið við kanningunum er at vita, hvar olja lekur upp úr undirgrundini við tí fyri eygað at staðfesta, hvar møguligar oljugoymslur kunnu vera. Hetta skal so hjálpa oljufeløgunum at finna fram til júst hvar, tey skulu seta borin í. Fyritøkan Oilsearch hevur nýliga gjørt eina rættiliga umfevnandi kanning í Rockall Trough og økinum vestan fyri Írland. Úrslitið er eitt rættiliga fullfíggjað kort, sum vísir hvar olja kemur upp úr undirgrundini og hava fleiri oljufeløg brúkt júst hesi kort sum vegleiðing í sambandi við leitingar har. Oilsearch er ikki fyrsta felagið, sum ger kanningar av undirgrundini úr flogfari. Onnur feløg hava gjørt líknandi kanningar áður. Uppskot til oljulóg á landsstýrisborð í dag Oljulóggávan verður fyri á landsstýrisfundi í dag. Hon kann verða avgreidd í tinginum fyri jól men møguleiki er eisini fyri, at hetta verður fyrst í nýggja árinum Í gjár hevði løgmaður reinskrivaða uppskotið til eina kolvetnislóggávuna á borði sínum í Tinganesi, og í dag verður hetta stóra mál fyri á landsstýrisfundi. Talan er sum so um at avgreiða málið til at fara niðan í tingið. Jógvan I. Olsen, tingformaður sigur við Sosialin, at hava landsstýrismenn ongar broytingar til uppskotið í tí líki tað er í nú, so verður tað helst í tinginum hósdagin. Har skal tað so liggja í tríggjar dagar, áðrenn tað verður lagt fram. Tvs. at uppskotið kann verða lagt fram á tingi týsdagin 11. november. Har skal tað so liggja í einar 2 dagar, áðrenn tað kemur til 1. viðgerð. Møguleiki er sjálvandi at lata tingmenn hava málið í fleiri dagar, áðrenn tað kemur til 1. viðgerð. Tingformaðurin heldur málið er so væl lýst longu eitt nú á evnisdøgum fyri politikarunum, at 1. viðgerð kann vera týsdagin 18. november. Tað fer so helst ein dagur til at viðgera uppskotið og fer tað so í nevnd. Tosað hevur verið um at koyra tað í eina serstaka nevnd, nú málið er so stórt. Tí vil tingformaðurin ikki vísa aftur, men hann er annars ímóti at seta serstakar nevndir til at viðgera ávís mál, tí tá kann lættliga koma inflatión í. Seinast serstøk nevnd varð sett at viðgera eitt mál var tá tingskipanin varð til viðgerðar. Annars er tað Vinnunevndin, sum fær málið. Málið skal so verða í nevnd í ein mánað, og tað merkir, at vit skriva umleið 18. desember, tá álitið aftur skal vera í tinginum. Jógvan I. Olsen heldur ikki, at eitt slíkt mál eigur at skundast ígjøgnum, men vit eiga so heldur ikki at brúka óneyðuga tíð til tað. Um alt gongur sum ætlað og málið fær eina siðiliga og sakliga viðgerð, og har tingmenn semjast at standa saman sum ein maður, nú talan er um eitt so stórt og principielt mál, so kann tað verða endaliga samtykt fyri nýggjár ella tíðliga í komandi ári. Einki var sum tað átti at vera Sambært felagnum Shipshape AG, sum hevur kannað keypið og seinni umvælingar og umbygging av ætlaða nýggja vaktarskipinum, eru umstøðurnar frá tí at skipið varð keypt í Fraklandi og hendingarnar nú tað liggur við bryggju á Skála, brot á fleiri galdandi reglur fyri keyp og sølu av skipum Á sumri 1996 keypti Landsstýrið 26 ára gamla Nólsoyar Páll. Skipið hevði verið nýtt sum granskingarskip í Fraklandi undir heitinum Le Noroit. Vaktar&Bjargingartænastan yvirtók skipið, sum tá hevði rein klassapappírir frá Bureau Veritas. Aftaná yvirtøkuna av Nólsoyar Pálli fór Sjófartsstýrið í Danmark undir 1. høvuðssýnið, og tá var longu ymiskt umvælingararbeiði gjørt. Síðani varð skipið siglt til Føroya, her tað eftir ætlanini skuldi umvælast víðari á skipasmiðjuni á Skála. Tað var tó skjótt greitt, at hetta málið ikki ruggaði rætt. Á Vaktar&Bjargingartænastuni vóru teir varugir við, at her vóru nógvir feilir gjørdir, og at Bureau Veritas átti at havt gjørt vart við hetta, áðrenn skipið var yvirtikið. Her byrjar drúgva málið um Nólsoyar Páll, sum ikki enn er at enda komið. Óvanligur sølusáttmáli Um hendingarnar, áðrenn Nólsoyar Páll kom til Føroya, verður sagt í frágreiðingini, sum Klaus Dwinger hevur skrivað, m.a. í sambandi við sáttmálan: Sum grundarlag fyri sølusáttmálanum millum seljara og keypara, er ein norsk søluforskrift nýtt. Tað er tó heilt vanligt at partarnir gera broytingar og ískoyti í slíkari søluforskrift. Tó eru nakrar merkisverdar broytingar í hesi søluforskrift, verður sagt í frágreiðingini, sum vísir á nøkur dømi: Um ein møguligur keypari er áhugaður í einum skipi á sølulista, vil hann fyrst hyggja eftir klassapappírunum hjá skipinum. Klassapappírini fevna um týdningarmestu skjølini, sum eru útskrivað síðani skipið varð smíðað. Hesi eru við øðrum orðum, sjúkradagbókin hjá skipinum. Keypari kannaði ikki klassapáppírini Standardtekstin í søluforskriftini um rættin hjá keypara at síggja klassapappírini eru í hesum føri strikað. Tað kundu týtt uppá, at Vaktar&Bjargingartænastan ikki hevur gingið ígjøgnum klassapáppírini, og tí hevur forðað sær sjálvum ella stovninum í at fáa innlit í søguni hjá skipinum. Sagt verður í sølusáttmálanum, at skipið er afloat ella flótandi skoðað, uttan tó at latið er upp nakrastaðni. Tað er óvanligt. Tá eitt so gamalt skip verður selt, vilja keypararnir vanliga krevja at sleppa at kanna barlasttangar og eitt ella tvey stempul á høvuðsmotorunum. Tað sæst eisini á sáttmálanum, at skipið er endaliga góðtikið, við grundarlagi í flótandi afloat skoðanini. Søluforskriftin sigur, at skipið skal í dokk áðrenn keyparin yvirtekur tað, og at ábøtur skulu gerast á skrokki, skrúvu, róður v.m. og at hetta skal umvælast soleiðis, at klassin kann góðtaka tað uttan viðmerkingar, eins og at seljarin skal gjalda. Mótsigandi tulkingar í broyttu tekstini Henda standardtekst er óbroytt varðveitt í sáttmálanum, men tíverri eru broytingar og ískoyti gjørd soleiðis, at mótstríðandi tulkingar kunnu gerast í tekstinum. a Umvæla fyri rokning seljarans Partarnir eru samdir um at gera ískoyti, sum sigur, at kostnaðurin av at gera skipið aftur, sambært krøvunum hjá Buerau Veritas, skulu keypari og seljari gjalda líka nógv, og at útreiðslurnar hjá keypara í hesum sambandi eru íroknað í keypsprísin. b Skipið skal avhandast við reinum klassapappírum. Søluforskriftin við krøvum um rein klassapappír við handaðina av skipinum, stendur í mótsøgn til ískoytið, sum staðfestir, at har umvælingar skulu gerast í skrokkinum, skal klassagóðkenningin vera galdandi í minst hálvt ár. Hervið er líkt til, at keyparin í veruleiknaum hevur sagt seg verða til reiðar at yvirtaka skipið, hóast tað møguliga ikki fær ren klassapappír. Rein pappír merkja í hesum føri, at eingi krøv eru til umvælingar. Um Bureau Veritas t.d. hevði góðkent eina fyrbils umvæling, við ískoyti um, at endaliga umvælingin skuldi verða gjørd innan eitt ár, so kundi seljari av røttum staðið fast uppá, at sáttmálin var uppfyltur. BV í Marseille kravdi ongar ábøtur Mær vitandi legði BV/Marseille eingi boð fram um umvæling yvirhøvur, sigur Klaus Dwinger. Tað gjørdi hinvegin Bureau Veritas í Føroyum seinni. Eg skilji støðuna soleiðis, at Bureau Veritas í Føroyum setti krøv fram um, at umfevnandi umvælingar av gomlum skaðum skuldi gerast, áðrenn hálvt ára skeiðið var av. Eftir stendur tann sannroydin, at skipið í veruleikanum hevði rein klassapappír, tá Vaktar&Bjargingartænastan yvirtók skipið. Her er spurningurin eisini, um eygsjónligu skeivleikarnir og tað vansketni, sum BV í Marseille framdi, yvirhøvur broytir nakað, stendur m.a. í frágreiðingini. Í niðurstøðuni verður liðuggerðin av Nólsoyar Pálli sammett við standardini hjá Tjaldrinum. 26 mió. kr. men er tá vánaligari enn Tjaldur Mett verður at tað kostar 26 mió. krónur at gera Nólsoyar Páll siglingarkláran. Verður neyðugt at skifta kranan, sum er minni enn tann á Tjaldrinum, kostar tað 1,4 mió. krónur eyka. Hóast Nólsoyar Páll verður liðugt umvældur, so kemur skipið ongantíð á sama støði sum Tjaldrið. Maskinorkan verður í besta lagi 69 pst. av tí, sum Tjaldrið hevur, og sleipiorkan hægst 70 pst.. Ymsu skipaninar umborð á Nólsoyar Pálli eru ikki álítandi, av tí at skipið er so gamalt og slitið. Eisini verður tað torført at fáa eykalutir til so gamalt skip. Tað kann í ringasta føri gera, at neyðugt verður at leggja skipið, ella um neyðugt seinni at fremja kostnaðarkrevjandi útskiftingar av maskinlutum og útgerð. Nólsoyar Páll er ikki so væl hóskandi skip til endamálið, eitt nú, av tí at tað varð bygt til annað endamál, men eisini av tí at ymsu skipaninar og tilfarsliðir eru ótíðarhóskandi. Ov vánaligt útsýni á brúnni Serliga eyðsýndur vansi er, at útsýnið á brúnni er so vánaligt. Hóast Nólsoyar Páll verður umvældur og umbygdur, so fer frameftir at vanta nógv í, til at skipið kann nýtast til so krevjandi uppgávur sum vaktar- og bjargingarskip. Tveir ósvaraðir spurningar standa eftir At enda verður sagt í frágreiðingini, at tveir umráðandi spurningar standa ósvaraðir eftir, og sum mugu svarast sum skjótast. Hvør í sínum lagi ella saman kunnu teir gera skipið minni hóskandi ella óbrúkiligt til endamálið. Ein spurningur eru um deyðvektina aftaná umbyggingina. Møguleiki er fyri at skipið fær so lága deyðvekt, at tað skerjir møguleikarnar at brúka Nólsoyar Páll til vaktar- og bjargingarskip. Hin spurningurin er stabiliteturin í skipinum. Her eigur beinanvegin at verða kannað, um skipið eftir umbygging uppfyllir krøvini, sum Sjófartsstýrið setir skipum, ið silgla á sjóleiðum, har vandi er fyri at skip verða avísað, stendur í frágreiðingini. Hans Birgir Hansen Framtíðar fiskivinnu- møguleikar í Føroyum Tað hevur verið nógv kjakast fyri og ímóti teimum ymisku fiskivinnumøguleikunum vit hava í Føroyum. Somuleiðis hevur nógv verið kjakast um allan tann fisk, sum fer ótilvirkaður av landinum og um, at føroyingar skapa fleiri hundrað arbeiðspláss í donskum og enskum fiskivinnuhavnum. Tað hevur eisini verið tosað um virkis- og góðskingarmøguleikar kring landið. Tað hevði tí verið av týdningi, at vit fingu tilvirkað allan fiskin her á landi, sum føroysk skip veiða. Á henda hátt kundu vit skapt møguleikar fyri at latið upp øll flakavirkini kring landið. Tað vildi eisini givið nógv arbeiði við at seta øll hesi virki í hóskandi stand, so tey kunnu lúka ES-krøvini. Men hvør skal so fíggja hesi arbeiði Her haldi eg, at tað kundi verið bankar, sparikassar, grunnar og fíggingarstovnar annars. Einstaklingar og feløg kundu eisini tikið seg saman um at skipað smápartafeløg, ið kundu rikið flakavirkini. Eitt umboðsráð kundi verið knýtt at hvørjum virki, sum síðan valdi sær eina trýmannanevnd, sum aftur setti stjóra og virkisleiðara. Hesi flakavirkini kring landið kundu so verið umboðan innan uppboðssølurnar og fiskasøluna og kundu síðan gjøgnum fiskasøluna selt sínar góðskaðu fiskavørur til marknaðin uttanlands. Annars skuldu virkini verið frítt stillaði at selt sína framleiðslu, har mest fekst fyri hana, og hetta skuldi eisini verið galdandi fyri virkini hjá Føroya Fiskavirking. Økta virksemi innan fiskavirking hevði eisini økt um virksemi hjá teimum, sum flyta fiskin óvirkaðan og virkaðan, millum skipini, uppboðssølurnar, virkini og millum einstøku virkini og skipini, sum at enda flyta fiskin av landinum. Slík framleiðsla, har dentur verður lagdur á góðsking og flutningsvirksemi, sum verður hareftir, má samskipast væl, skal Føroyar verða ein framkomin og nútímans fiskivinnutjóð. Ein trupulleiki hjá føroysku virkjunum er, at tey hava trupult við at kappast við virkini í eitt nú Danmark og í Bretlandi um ráfiskin. Men syrgja vit fyri, at føroysku virkini fáa meiri fisk til virkingar við denti á góðsking, so skuldi tað gjørt, at tey verða betri før fyri at standa seg í kappingini um ráfiskin, tí tá verða tey eisini størri og sterkari. Tað hevði eisini verið upp á sítt pláss, at flakavirkini samstarvaðu um fiskasløg og arbeiðsfólk umframt onnur viðurskifti í sambandi við framleiðsluna. Eg haldi eisini, at virkini eiga at leggja seg meiri eftir at framleiða vørur til heimamarknaðin, tí tað kann ikki vera rætt, at tú sum føroyingur ikki kanst fara í handlarnar og keypa tær eitt kók av feskum fiski ella fiskavørum, sum eru liðugt viðgjørdar og klárar at koyra í grýtuna. Krimi í Sjónleikarhúsinum Havnar Sjónleikarfelag er við at venja ein nýggjan leik, og fyrsta famførslan verður leygardagin 22. november Hetta er ein norskur leikur, sum eitur Ísblomstið og er eftir Terje Nordby. Ísblomstrið er ein psykologiskur krimileikur um ótta, deyða, einsemi og undurerk. Leikurin fer fram í Finnmørkini í 1880-árunum og snýr seg um ein gandakall. sum er boðsendur at lekja eina konu, sum liggur í seingini nærum lamin av sinnissjúku. Sum ein rættur detektivur, við góðum sálarligum innliti, avdúkar gandakallurin lygnir og eina sera óhumska søgu um hjúnini. Gandakallurin kann gera undurverk, men hann er eisini eitt menniskja og verður av álvara drigin inn í lívið hjá hjúnunum á ísfjallinum. Heiðraður leikur Leikurin Ísblomstrið er bygdur á sagnir og søgur um Johan Kaaven, mætasta gandakall í Noregi. Hann doyði í 1918. Terje Nordby fekk í 1995 Ibsen virðislønina fyri Ísblomstrið. Hilmar Joensen spælir gandakallurin. Jytte Joensen og Karlot Jacobsen spæla hjúnini Jóhanna og Andreas Isaksen. Eyð Matras er leikstjóri og hevur umsett leikin. Marjun Jóanesardóttir ger pallmynd og búnar. Pentur í høvdið Ein fotografur, sum tekur upp íslendska filmin Dansurin, fekk minni snudd umborð á sluppini Jóhonnu leygardagin Tað er ikki altíð líka lætt at verja seg fyri veðrinum. Hetta fekk íslendska filmsliðið, sum tekur upp filmin Dansurin at sanna leygardagin. Tey vóru umborð á sluppini Jóhonnu, vóru stødd út fyri Tjørnuvík við kós yvir móti Eiðiskolli. Knappliga vaks vindurin, og tað gjørdi at ein mesanur brotnaði. Tað vildi so illa til, at masturin datt niður á eitt upptøkutól, sum rakti ein upptøkumann, og hann fekk hol á høvdið. Hann fór beinanvegin á skaðastovuna og fekk nakrar pentur í høvdið. Hetta var ikki nakað álvarsligt óhapp, og maðurin hevur tað gott, um enn hann ikki er heilt arbeiðsførur teir fyrstu dagarnar. Um tólið kann gerast aftur, veit Eli Poulsen, lokalurin framleiðslustjóri fyri filminum, ikki. Tá eitt filmslið soleiðis fer burtur í onnur lond at taka film upp, hava tey altíð eyka tól við, og tað hødu hesi. Flmsupptøkurnar vórðu tó seinkaðar ein dag orsakað av óhappinum. Elis Pousen letur annars sera væl at filmsupptøkunum, og føroysku statistarnir kenna seg væl saman við íslendingunum Íslendskur trúboðari vitjar í Føroyum Íslendski trúboðarin Helgi Hróbjartsson vitjar í Havn í koamndi viku. Hann skal halda møtir í kirkju- og missiónshúsinum á Argjum, í missiónshúsinum við Landavegin og í Meinigheitshúsinum í Havn frá 11.-16. nov. Helgi hevur fleiri ferðir áður vitjað í Føroyum. Seinast var í vár, tá ið hann vitjaði missiónshúsini á Toftum, í Rituvík og á Glyvrum. Hann er útbúgvin lærari og teologur. Helgi hevur virkað sum trúboðari í uml. 25 ár. Fyrst í Etiopia, síðani í Senegal og so aftur í Etiopia, hagar hann eftir ætlan aftur skal sendast út í jan. 1998. Eitt skifti var hann sóknarprestur í Íslandi. Í Etiopia er Helgi knýttur at Mekane Yesu Kirkjuni. Har virkaði hann, seinast hann var har, sum leiðari fyri einum stórum missiónsøki. Í umráðnum eru fleiri ættarbólkar, sum enn ikki hava hoyrt gleðiboðskapin um Jesus. Higartil hava fruktirnar verið góðar. Eftir 5 árum vaks kirkjan har í umráðnum frá 13 til 45 meinigheitir. Men hóast evangeliið hevur havt stóra framgongd, so er tað nú vorðið sera trupult at arbeiða har vegna harðan ágang frá muslimunum. T.d. var tað her, at hin danski trúboðarin Janne Petersen varð myrd í vár. Eftir hesa hendingina eru teir flestu trúboðararnir har í økinum evakueraðir. Helgi ætlar tó at venda aftur til hetta umráðið til várs. Meinigheitshúsið í Havn, sum hesaferð er stigtakari til at bjóða Helga hendan-vegin, ger tað við vón um at boðskapur hansara má føra okkum nærri til Kristus, og at hugur og sinni okkara enn meira verða vend móti teimum fólkum, ið ongantíð hava hoyt gleðiboðskapin um Jesus. Umframt at Helgi sjálvur spælir uppá harmoniku og syngur, verða tað eisini staðbundnar sangkreftir, ið koma at syngja á møtunum. Møtini verða eftir ætlan hildin í hesi røð: Týskvøldið 11. nov. í missiónshúsinum á Argjum, mikukvøldið 12. nov. í missiónshúsinum við Landavegin, hóskvøldið til og við sunnukvøldið í Meinigheitshúsinum í Havn. Møtini byrja kl. 8, undantikið sunnukvøld, tá byrjað verður kl. 6. Hálvan tíma undan møtunum verður bønarløta. Yrking Ein heilsan til Funnings kirkju á 150 ára degnum Lag: Hin signaða dag Vit kirkjuni ynskja lukku í dag og øllum vælkomnum vera, ja, takka so fyri henda stað, sum øll okkum glað kann gera, so syngið nú við um alla tíð, og Gud vil oss styrk tá bera. Tú stendur nú her í Jesu frið, mót eystri og vestri fevnir, sí áin hon liggur nær við lið og oman í ósan stevnir, tá sjógvurin ofta speglar tær, og sólin í suðri brennur. Tí tú okkum kallar sunnudag, ja, allar teir dgar stinnar, Gud gevi, so at vit skilja tað, og tá tað hjá okkum linnar, vit oman so til tín leita tí, at tú okkum styrki innar. Hon vikast tó ei, hon stendur fast, og alt tað hon við sær hevur, Gud gevi tit fáa meiri kraft av tí, sum her inni gevur, vit heilsa tær nú við orðinum á hundrað og fimmti árum. Hon stendur og heldur klettafast, um aldan úr havi brýtur og roynir at geva henni kast, men stinn móti eystri lítur, og henni tá gevi nógv góð ár, um brimið tá máar og slítur. So takka vit fyri alla tíð, tú fyrimynd hevur verið at bera tann boðskap megi í, Gud gævi tín framtíð beri, vit ynskja alt gott og lukku tí, at orð títt má ljóða við gleði. Nú árið tað líður, fer avstað, og tindarnir hvítna, líðir, men kirkjan hon stendur líka fræg um glampandi stjørnutíðir, vit leggja nú alt í Harrans hond, tað tekur at lýsa umsíðir. HH Jóannes Hansen Venjarafelagið vil hava greiðar sáttmálar Fótbóltur: Felagið hjá venjarum hevur aðalfund komandi leygardag Leygarmorguni klokkan tíggju hava fótbóltsvenjararnir ársaðalfund í ÍSF húsunum í Gundadali. Felagið varð stovnað 8. februar í ár. Teir kalla seg Fótbóltsvenjarafelag Føroya, og leygardagin verður fyrsti regluligi aðalfundurin. Á stovnandi fundinum vórðu reglur fyri felagið samtyktar, og í fyrstu nevndina komu Petur Mohr, Jógvan Martin Olsen og Petur Simonsen, sum hevur verið formaður hetta fyrsta skeiðið: Á fundinum leygardagin verður frágreiðing frá tí, sum er farið fram higartil, uppskot um broytingar í reglunum verður lagt fyri fundin, og tað verður nevndarval. Jógvan Martin Olsen og John Reid Skoralíð fara at greiða frá skeiði um viðgerð av ítróttarskaðum, sum teir vóru á í Danmark í summar, og Johan Nielsen og Petur Mohr fara at siga frá einum skeiði fyri elituvenjarar, sum teir vóru á í Danmark í juni. Útbúgvingardeildin hjá FSF verður við á fundinum, og teir fara at greiða frá, hvørjar ætlanir teir hava hetta komandi árið. Útbúgvingin Petur Simonsen sigur, at felagið varð stovnað, tí tað ímillum teir, sum fáast við at venja, hevur veirð saknur í einum felags forum, har teirra áhugamál og viðurskifti annars hava verið á ovasta bredda: Málið hjá felagnum er at røkja áhugamálini hjá venjarunum og at virka føroyskum fótbólti at frama. Hetta fevnir um so nógv. Eitt av málunum er at koma við uppskotum til útbúgvingardeildina hjá FSF um skeið til íblástur. Venjaraútbúgvingin í Føroyum er eftir donskum leisti, og hon er góð. Vit halda tó, at tað er gott við íblástri aðra staðni frá eisini. Noreg hevur staðið seg sera væl í fótbólti tey seinnu árini, og vit eru glaðir fyri, at útbúgvingardeildin hjá FSF hevur tikið stig til eitt skeið fyrst í komandi ári, har ein norðmaður kemur at greiða frá, hvussu teir leggja fysisku venjingina til rættis, sigur Petur Simonsen. Formaðurin í venjarafelagnum sigur, at ein onnur uppgáva, sum felagið ætlar sær at arbeiða við, eru arbeiðsumstøðurnar hjá venjarunum: Felagið er rættiliga nýtt, og vit hava ikki verið so ógvuliga virknir hesar fyrst-u mánarnar. Men eitt av málunum, sum eiga at standa ovarlaga á dagsskránni hjá tí nevndini, sum verður vald á fundinum leygardagin, eigur at vera arbeiðsumstøðurnar hjá venjarunum. Eg hugsi her t.d. um sáttmálavirðurskiftini. Venjararnir eru hugaðir fyri at fáa hesi viðurskiftini í eina fasta legu, kanska við standardiseraðum sáttmálum, og hetta er ein uppløgd uppgáva hjá felagnum at arbeiða við. Allir venjarar kunnu møta Venjarafelagið hevur ongan limalista og tískl einki limagjald. Á stovnandi fundinum vóru omanfyri 30 luttakarar, og formaðurin í felagnum sigur, at allir venjarar eru væl komnir á fundin leygardagin. Formligu viðurskiftini viðvíkjandi limaskapi og limagjaldi er nakað, sum felagið fer at taka upp. Skulu vit arbeiða, so er neyðugt við eitt sindur av pengum at arbeiða við. Felagið hevur søkt FSF um stuðul, men formaðurin heldur, at tað eisini er rímuligt, at limirnir sjálvir gjalda fyri, at teirra áhugamál verða røkt. Uni Arge er á veg til Íslands Fótbóltur: Tosar um samstarv við Leiftur, har Páll Guðlaugsson skal vera venjari komandi ár Uni Arge tosar við Leiftur um samstarv næsta summar Tað sær ikki mætari út, enn at Páll Guðlaugsson komandi summar fer at hava minst tríggjar føroyskar landsliðsspælarar á meistarafloksliðnum Leifti í Íslandi, sum hann fer at venja eftir nýggjár. Leygardagin vistu vit at siga, at tað er nógv, sum talar fyri, at Jens Martin Knudsen og Øssur Hansen fara at royna fótbóltseydnuna í Íslandi, og í dag kunnu vit leggja afturat, at Uni Arge tosar við íslendska felagið um samstarv nakrar mánar komandi summar: Íslendingarnir hava vent sær til mín ígjøgnum Páll Guðlaugsson. Eg fari niður aftur á journalistskúlan í Aarhus 1. februar. Tað vísir seg, at komandi summar verður summarfrítíðin frá 1. juni og til 1. septembur, og eg eri hugaður fyri at royna fótbóltseydnuna í Íslandi teir tríggjar mánarnar, sum eg havi frí frá skúlanum, sigur Uni Arge. Og so undirstrikar hann: Men einki er endaliga er komið uppá pláss enn, og so leingi sum sáttmáli ikki er orðaður og originalum líki undirskrivaður, er tað ikki víst, at hetta verður til nakað. Eg havi fingið eitt útkast til samstarvsavtalu frá teimum. Tað sær ikki órímuligt út, men eg havi gjørt nakrar viðmerkingar til tað og í dag fari eg at senda teimum viðmerkingarnar, og so fáa vit at síggja, hvat teir siga, men eg haldi ikki, at tað ber til at siga, at tað er nakað serligt, sum skilur okkum. Um og nær hetta endaliga kann koma uppá pláss, veldst um hvat teir siga til tað, sum eg í dag fari at senda teimum. Barnadreymurin Verður tú ríkur, um tað verður til ein sáttmála við íslendska felagið Eg vil siga tað soleiðis, at sambært uppskotinum frá íslendingum, so fari eg at tjena meiri uppá at spæla fótbólt, enn eg havi gjørt higartil. Men tað skal ikki so nógv til at røkka so langt. Eg síggi hetta eisini sum eitt gylt høvi á fleiri øðrum økjum. Allir fótbóltsspælarar hava ivaleyst frá barnaárunum ein dreym um at liva av at spæla fótbólt, og tá møguleikin nú er har hjá mær at liva av tí í tríggjar mánar, so er tað sjálvandi freistandi at taka av. Tað er gott við nýggjum avbjóðingum. Og vit kunnu leggja afturat, at Uni Arge hevur vunnið alt tað í Føroyum, sum tað ber til at vinna. Hann hevur tvær ferðir verið á HB liðnum, sum hevur vunnið FM, steypakappingina hevur hann vunnið fleiri ferðir, og hann hevur verið toppskjútti í landskappingini tvær ferðir. Mær dámar væl Ísland, og tað er ein gamal dreymur at læra málið. Tá alt hetta kann røkkast um eina leið, so er tað sjálvsagt freistandi at taka av. Skal venja í Aarhus Íslendska landskappingin byrjar um hálvan mei, og so verður spælt út í eitt til umleið hálvan septembur. Uni Arge er greiður yvir, at hann skal gera nógv við fyrireikingarnar, meðan hann verður í Danmark: Í 1994 vandi eg í nakrar mánar í Skovbakken, sum spældi í danmarksseriuni. Eg havi ikki tikið avgerð um, hvar leiðin liggur í februar, men ein møguleiki er Aarhus Fremad, hvørs besta lið er í superliguni. Ein av álopsmonnunum hjá teimum eitur Frank Krogdal. Honum spældi eg saman við í Skovbakken. Men hvat nú, um tað eydnast tær at fáa pláss á besta liðnum í Aarhus Fremad So komi eg í eina tvístøðu. Men í fyrstu atløgu má eg rokna við tí fuglinum, sum eftir øllum at døma fer at sita í hondini heilt skjótt. Tað ber ikki til at leggja ætlanir við tí, sum so at siga situr á takinum ella kanska flýgur uppi í luftini. Gamal kenningur Uni Arge hevur eina ferð spælt ímót Leifti. Tað var í mei mánað í ár. Leiftur var á venjingarlegu á Svangaskarði, og teir spældu ímóti HB í Gundadali. Íslendingarnir vunnu 4-3, og Uni Arge skoraði øll málini hjá HB. Fyrstu løtuna fingu teir tvey mál, men so fótaðu vit okkum og vandu okkum við ferðina hjá teimum, og vit komu framum 3-2, áðrenn teir síðstu løtuna fingu tvey mál afturat. Royndirnar frá tí ferðina gera, at eg eri sannførdur um, at føroyskir spælarar væl kunnu standa seg í bestu íslendsku deildini. Sjálvandi skalt tú gera nógv við tað, men tað ætli eg mær at gera. Men fyrst má avtalan koma uppá pláss, endar toppskjúttin í Føroyum í 1997, sum eftir øllum at døma ikki fer at hjálpa HB komandi kappingarár. H71 tapti fyri StÍF Hondbóltur: Hoyvíkingar taptu óvæntað við greiðum tølum fyri strandingum 1. deild menn: H71-StÍF 24-32 14-15 Tað var helst eitt sindur óvæntað, men tað var eingin sum helst ivi. StÍF vann tryggan sigur á liðnum, sum mong hava hildið verða einasta veruliga boðið til at geva VÍF mótstøðu í ár, H71. Hoyvíkingar løgdu væl fyri í kappingini og vunnu báðar sínar fyrstu dystir, men teir komu niður á jørðina, tá strandingar settu teir uppá pláss leygardagin. Úrslitið av dystinum var heili 32-24 til StÍF, eftir at bert eitt mál hevði verið á muni í hálvleikinum. Arthur Johansen gjørdi 13 av málunum hjá StÍF, meðan Poli Hansen gjørdi fimm. Hjá H71 skoraði Halgir Dahl-Olsen átta mál og Hans Guðmundsson seks. Úrslitið hevði við sær at VÍF nú er einsamalt á odda, H71 er framvegis nummar 2, og StÍF hevur nú tikið seg fram á triðja plássið. Eyðun Klakkstein Neistakvinnurnar høvdu trupulleikar Hondbóltur: Í avgerandi løtunum gjørdu Inga Danberg og Mildrið Jacobsen munin 1. deild kvinnur: Stjørnan-Neistin 20-23 7-10 Neistin hevði tað ikki lætt, tá liðið tók dystin upp við botnliðið Stjørnuna leygardagin. Klaksvíkskvinnur vóru á heimavølli fyri fyrstu ferð í ár, og tær vístu, at verða ikki lættar at taka í Klaksvík. Stjørnan legði betri fyri og fór fram um 5-2. Men so steðgaði liðið upp, og seinnu 22 minuttirnar av fyrra hálvleiki gjørdu tær ikki meira enn tvey mál. Tað var at tá alt kom til alt hesin parturin av dystinum, sum gjørdist munurin millum liðini. Neistin fór frá 2-5 til 7-2 og í hálvleikinum vóru gestirnir frammanfyri 10-7. Í seinna hálvleiki royndi Stjørnan at koma fyri seg aftur, og tað eydnaðist eisini partvís. Tær vóru fleiri ferðir við at fáa Neistan aftur, men í avgerandi løtunum gjørdu Inga Danberg og serliga Mildrið Jacobsen munin. Mildrið gjørdi seks mál, og tá Stjørnan setti Rannvu Andreasen at mansverja Ingu Danberg, gjørdist Mildrið meiri sentral og við góðum skotum var hon við til at tryggja Neistanum munin, sum hevði við sær sigurin og tvey stig afturat. Breiddin ikki tann sama Stjørnan stríddist væl í seinna hálvleiki, men Neistin hevði allatíðina munin, og vann eisini uppiborið. Neistaliðið er ikki tað sama, sum tað var í fjør, og liðið líður nakað undir at fleiri stuðulsspælarar eru givnir í senn, men liðið hevur framvegis so stóra breidd, at tað hoyrir heima í oddinum. Stóra uppgávan hjá liðnum verður ivaleyst, tá hitt havnaliðið skal vinnast í grannadysti, sum verður 19. november. Stjørnan hevur ikki fingið nakað stig enn, men halda tær fram um frálíka innsatsin móti Neistanum, gongur tað ikki long tíð áðrenn liðið hevur fingið fyrstu stigini. Næstu ferð skal Stjørnan spæla móti GÍ, og tað verður dysturin millum liðini, sum higartil einki stig hava fingið í kappingini higartil í ár. Eyðun Klakkstein Eingin steðgar VÍF Hondbóltur: Heldur ikki Kyndil kláraði at steðga VÍF 1. deild menn: VÍF-Kyndil 30-25 17-10 Nei, tað gjørdist heldur ikki Kyndil sum steðgaði VÍF. Tað var heldur so, at Kyndil var um at fáa ein dyggan ósigur við sær aftur til Havnar, og tey fimm málini, sum at enda vóru á muni, vóru lítið afturímóti tí, sum tað hevði verið, um havnaliðið ikki hevði tikið sær um reiggj í seinna hálvleiki. Vestmenningar byrjaðu sum eitt ódnarveður, teir struku avstað frá Kyndli, sum hevði trupulleikar við at steðga góða álopsspælinum hjá VÍF, og sum misnýtti, tá kjansirnir vóru frammi á vøllinum. VÍF kom fram um 4-0, og økti síðani til 10-2 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tá vóru tekin til, at vestmenningar fóru at renna Kyndil fullkomiliga um koll, og alt prát um, at dystirnir millum VÍF og Kyndil plaga at vera javnir og spennandi, gjørdist til ein innantóm kliché. Í hálvleikinum vóru sjey mál á muni, 17-10 til VÍF, og allur spenningur um úrslitið í dystinum var burtur. Ingi sentralur Í seinna hálvleiki tók Kyndil sær um reiggj, og teir byrjaðu væl. Teir minkaðu beinanvegin leiðsluna hjá VÍF til 17-15, og VÍF, sum nærum hevði skorað sum teimum lysti fyrra hálva tíman, fekk ikki mál fyrr enn sjey minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Tá hevði Kyndil longu gjørt fimm mál og hevði enntá brent eitt brotskast. Men tá Hjalmar Klein Olsen og Áki Olsen gjørdu tað til 19-15 fekk VÍF aftur munin í dystinum, og tá fekk Kyndil ongantíð fatur í VÍF aftur. Restina av dystinum var munurin frá trimum málum og uppeftir, og seinasta minuttin fyri leiklok minkaði Kyndil munin frá sjey til fimm mál. Hjá VÍF var Ingi Olsen sentralur allatíðina. Hann gjørdi ikki færri enn 14 mál, og tá Kyndil í seinna hálvleiki gjørdi eitt ordans tak fyri at toga seg inn á VÍF, skoraði Ingi mál eftir mál og tryggjaði VÍF avgerandi munin líka til dysturin var av. VÍF leysir av hinum Undan dystinum var VÍF á odda saman við H71. Bæði liðini vunnu sínar fyrstu tveir dystir. Men nú eru vestmenningar farnir einsamallir fram um hini liðini, og gongdin er longu farin at líkjast henni frá í fjør, tá VÍF vann á øllum liðunum, og hini liðini vunnu á hvørjum øðrum. Tað førdi við sær at munurin millum VÍF og hini liðini gjørdust stórur og eingin spenningur var um FM-heitið. Men nú er so stutt fráliðið í nýggju kappingina, at skjótar konklusiónir skulu ikki gerast, men enn hevur eingin so klárað at steðga VÍF. Næstu ferð sleppa strandingar at royna seg. Eyðun Klakkstein Hondbóltshagtøl Hondbóltur: Úrslit og støður 1. deild menn 3. umfar, leygardagin 1. november H71-StÍF 24-32 14-15 3. umfar, sunnudagin 2. november VÍF-Kyndil 30-25 17-10 VÍF: Ingi Olsen 14, Áki Olsen 6, Sámal Joensen 4, Rógvi Nielsen 4, Finn Jørgin Olsen, Hjalmar Klein Olsen Kyndil: Uni Wardum 6, Bárður Johannesen 4, Hans Áki Dal-Christiansen 4, Hannis Wardum 3, Bárður Mikkelsen 3, Bjarni Wardum 3, Hans á Lag, Dia Midjord Neistin-KÍF 23-28 10-14 Støðan 1. VÍF33-0-0100-736 2. H7132-0-172-734 3. StÍF31-1-180-793 4. Kyndil31-0-273-752 5. KÍF31-0-277-812 6. Neistin30-1-270-911 Næstu dystirnir 8/11 StÍF-VÍF 8/11 Neistin-H71 9/11 Kyndil-KÍF 12/11 KÍF-StÍF 16/11 VÍF-H71 19/11 Kyndil-Neistin 1. deild kvinnur 3. umfar, leygardagin 1, november Stjørnan-Neistin 20-23 7-10 Stjørnan: Simona Hansen 9, Joan Midjord Joensen 3, Birgit Ryan 3, Beinta Klakkstein 2, Rannvá Andreasen, Susanna Jacobsen, Anna Kristina Olsen Neistin: Inga Danberg 7, Mildrið Jacobsen 6, Louisa Jørgensen 4, Kára á Dunga 2, Durita Rouch 2, Rúna Wardum, Bjørg Patursson GÍ-Kyndil 24-32 8-16 GÍ: Beinta Joensen 9, Sunrid Gleðisheygg 5, Maria Olsen 4, Kristine Ellingsgaard 3, Sonja Gleðisheygg 2, Linda Toftegaard Kyndil: Lotte Sørensen 8, Brynhild Klein 7, Jórun Ludvig 4, Ann Hansen 4, Beinta Sørensen 3, Jacklin Djurhuus 3, Frida Johannesen 2, Rakul N. Joensen 3. umfar, sunnudagin 2. november VB-StÍF 18-20 10-9 Støðan 1. Neistin33-0-065-526 2. StÍF43-0-188-816 3. Kyndil32-0-185-664 4. VB21-0-141-412 5. Stjørnan30-0-358-770 6. GÍ30-0-362-860 Næstu dystirnir 8/11 Neistin-VB 9/11 Stjørnan-GÍ 9/11 Kyndil-VB 15/11 Stjørnan-StÍF 15/11 GÍ-VB 19/11 Kyndil-Neistin Eyðun Klakkstein FCK varð tikið á bóli Fótbóltur: FCK tapti óvæntað fyri OB FÓTBÓLTUR: Mest óvæntaða úrslitið í donsku Superliguni hetta vikuskiftið kom í Parkini, har FC Keypmannahavn spældi ímóti botnliðnum OB. OB, sum bara hevur tapt í ár, og var langt aftast undan hesum umfarinum, vann dystinum móti oddaliðnum 2-0. Erik Bo Andersen, sum júst er komin heim úr Skotlandi, har hann hevur spælt við Glasgow Rangers, skoraði fyrra málið hjá OB. Donsku fjølmiðlarnir lata ikki væl at dystinum, men OB hevði munin. FCK fekk ikki sítt spæl at ganga og tapti tí. Brøndby, sum hevur tikið seg fram við risafetum seinastu umførini, eru nú við heilt har frammi. Brøndby vann á AB, meðan bæði FCK og Silkeborg taptu. OB liggur hóast sigurin á FCK framvegis væl aftanfyri hini liðini, tí nærmastu liðini, Herfølge og Århus Fremad, vunnu bæði um vikuskiftið. Herfølge vann á Vejle og Århus Fremad á Ikast. Gamla felagið hjá Toda Jónssyn, Lyngby FC, fekk ein dyggan frammaná, tá AaB vann 5-0 á teimum. Esbjerg og Rødovre taptu Fótbóltur: Donsku feløgini við føroyskum spælarum á liðnum taptu um vikuskiftið FÓTBÓLTUR: Bæði Esbjerg og Rødovre taptu sínar dystir um vikuskiftið. 1. deildarliðið hjá Esbjerg spældi á heimavølli móti B1913 og mátti lúta 3-2. Hvørki Jan Allan Müller ella Jens Erik Rasmussen vóru millum málskjúttarnar hjá Esbjerg. Esbjerg hevur annars fingið nógv góð úrslit farnu dystirnar, og hevur tikið seg fram á stigatalvuni. Nú datt liðið aftur á 10. pláss, men tað er sera tætt millum liðini, og hevði Esbjerg vunnið sunnudagin, høvdu teir tikið seg fleiri pláss fram. Besta kvinnuliðið hjá Rødovre, har Helga Ellingsgaard spælir, tapti stórt á heimavølli sunnudagin. Tær spældu móti Fortuna Hjørring og úrslitið var 6-2 til gestirnar, eftir 4-0 í hálvleikinum. Rødovre liggur sum nummar 4 við 19 stigum. Seks stig eru upp til OB, sum er nummar 3, og seks stig eru eisini niður til Hillerød, sum er nummar 5. HEI liggur á odda í deildini og hevur framvegis fult stigatal eftir 12 umfør. Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Jákup Mikkelsen dagsins maður í Herfølge Fótbóltur: Herfølge-venjarin rósar føroyska málverjanum, og lovar honum plássið restina av fyrru hálvu Sunnudagin gjørdi Jákup Mikkelsen comeback í Superliguni, og hann stóð seg so væl, at hann varð kosin besti spælarin á heimaliðnum. Herfølge spældi móti Vejle og vann 3-1. Jákup stóð seg sera væl í dag, og tað skal nógv henda, um hann ikki spælir allar dystirnar, sum eru eftir í fyrru hálvu, segði venjarin hjá Herfølge, Ole Mørch, við Ítróttarsosialin sunnukvøldið. Jákup hevur leingi verið noyddur við at finna seg í at spæla á 2. lið, men hóast tað, hevur hann drivið á undir venjing, og nú Kai Larsen, sum Jákup kappast við, hevur spælt illa, fekk føroyski málverjin kjansin aftur. Vit hava spælt illa og tað hevur ávirkað Kai Larsen, sum ikki hevur spælt væl seinastu dystirnar. Nú var kjansurin komin til Jákup aftur, greiður Ole Mørch frá. Jákup vardi málið seinasta mikukvøld, tá Herfølge spældi móti Birkerød í steypakappingini. Herfølge vann 3-1, og Jákup hevði lítið at gera. Sunnudagin varð hann aftur settur í málið, tá Vejle vitjaði í Herfølge, og aftur gjørdist tað til ein 3-1 sigur. Væl uppiborið Herfølge-venjarin er væl nøgdur við avrikið hjá Jákupi Mikkelsen seinastu tveir dystirnar, og serliga rósar hann bóltførleikanum hjá føroyska málverjanum. Jákup er so góður bóltspælari, at hann saktans kundi spælt úti. Tað standast eingir trupulleikar av tí, tá bólturin verður spældur aftur til hansara, og hann ger ikki sum flestu aðrir málmenn, bara sparkar bóltin út av vøllinum, hann spælir hann skilagott frá sær, og tað er við til at skapa frið og tryggleika í verjuni hjá okkum, sigur Ole Mørch. Eg er ótrúliga fegin um, at Jákup hevur staðið seg so væl nú hann umsíðir fekk kjansin aftur, tí hann hevur sanniliga uppiborið tað. Hann hevur ikki havt tað so lætt seinastu tíðina, men hann hevur verið sera íðin undir venjing, og nú hevur hann fingið løn fyri stríðið. Bilað við sjálvsálitinum Herfølge hevur ikki staðið seg so væl í kappingini í ár, sum lagt verð upp til eftir frálíka ári í fjør, men sambært venjaranum hjá liðnum, Ole Mørch, er frágreiðingin til tað einføld. Allir dystirnir hjá okkum í ár hava verið tættir, men vit hava heilt einfalt bara ikki havt marginalarnar við okkum. Sjálvsáltið hevur bilað, og spælararnir hava gjørt mistøk, sum hava ført tap við sær. Eg stúri ikki fyri gongdini, og ivist ikki í, at vit fara at arbeiða okkum upp eftir stigatalvuni nú. Og vend er ið hvussu so er komin í seinastu tveir dystirnar, meðan Jákup Mikkelsen hevur vart málið, og restina av hesum árinum eigur hann plássið á besta liðnum hjá Herfølge. Eg havi sagt tað so ofta, at vit hava tveir frálíka góðar málverjar, men nú eigur Jákup plássið. Tað skal nógv henda, um hann ikki spælir allar dystirnar, sum eftir eru av fyrru hálvu, lovar Herfølge-venjarin. Posthúsini Nú tað kemur fyri á tingi at avgera, um tey posthús, sum postmeistarin og landsstýrismaðurin hava avgjørt at lata aftur, skal gerast veruleiki ella ikki, vóna vit, sum búgva í hesum bygdum, at løgtingsmenn eru so mikið vaknir, at teir vita, at vit eiga somu rættindi sum fólk aðrastaðni og í Havn við 4-5 posthúsum, vit eru jú borgarar í sama landi. Tá løgtingsmenn so trúliga fjórða hvørt ár, ferð eftir ferð biðja okkum velja seg, vóna vit inniliga, at teir nú vilja sýna beinasemi afturímóti. Á Toftum vóna vit, at løgtingsmaðurin her, sum nú í ein hálvan mansaldur hevur biðið um, og fingið, næstan allar atkvøðurnar, nú vil atkvøða fyri okkum, og helst fáa fleiri samgongumenn til tað sama. Toftafólk Apropos Dúgvuna, sum eingin vil hava: Her vóru vit sera glað fyri ferjuna. Setið hana aftur í sigling ímillum Toftir og Havnina. Lokomotivið við teimum mongu vognunum Fiskavirking, sum skuldi verða lokomotivið í tí føroyska samfelagnum, dragandi allar vognarnar eftir seg, og sum harvið skuldi rættað alt samfelagið upp aftur, má sigast at hava spælt fallit. Lokomotivið hevur nú tveitt allar vognarnar av sær, og fer nú mest sum einsamalt ýlandi ígjøg-num havnargøtur, veitrandi við 40 milliónum kr. innan-borða, samb. teimum seinastu sjónvarpstíðindunum. 40 milliónir kr. til at gera Bacalao í stand fyri, Bacalao, sum mest líkist einum bumbaðum bygningi í Eystureuropa eftir seinna heimsbardaga. Bjørn á Heygum, samfelagsrevsarin mikli, var nú hendan dagin í bløðunum og var sera firtin um framgongd tjóðveldisfloksins samb. einari veljarakanning, og segði, at veljarin mundi hava gloymt tað, sum var farið fram í 80' unum. Tí hevði tað verið hóskandi at spurt teg, Bjørn á Heygum, tú, sum skuldi rudda upp í samfelagnum: ert tú nøgdur við tann politikk, sum sambandsflokkurin hevur ført hetta valskeiðið, sum tú sjálvur hevur sitið á tingi Bjørn á Heygum, um tú ert tann Robin Hood, sum veljarin helt teg vera, so hevði tú beinanvegin kunnað sæð, at tað er tann reini ørskapur, at nakað fiskaarbeiði í heila tikið skal vera í høvuðsstaðnum, tá ið tilfeingið er so lítið, at bert 3 ella 4 flakavirki tilsamans skulu vera í øllum landinum. Havnin ýður av mappumonnum, og har liggur øll umsitingin eisini, sum ger, at milliónir av krónum floyma inn í kommunukassan, so hvat er meira náttúrligt enn at alt fiskaarbeiðið verður lagt aðra staðni úti um landið; men sum politikkurin er nú, so oyða tit bygdirnar. Tá ið einki fiskaarbeiði verður úti um landið, kemur heldur eingin peningur inn í kommunukassarnar, og bygdirnar verða avtoftaðar. Bjørn á Heygum ein Sandoyarætlan ella ein Vágaætlan, hvat er tað fyri nakað Tú situr í samgongu, so tað eigur tú at kunna siga okkum. Hesi árini, sum tú hevur verið í politikki, Bjørn á Heygum, hevur flakavirkið í Vági ligið stilt, tað mest modernaða flakavirkið í Europa, tá ið tað var bygt fyri nøkrum árum síðani. Bjørn á Heygum, í Vág hava verið gjørdar óteljandi royndir fyri at lata flakavirkið uppaftur, men tað er sum at rena høvdið ímóti kirkjubømúrinum við fullari ferð, og hetta úrslitið kann so eingin vera í iva um. Ert tú tann maðurin, sum tú sigur teg vera, tak so kúbeinið í hond og drag handan javnaðarseymin úr hurðini aftur, so at livandi kann verða aftur í hesari vikrnu bygd, sum einaferð var undangongubygd í Føroyum. Meðan svartast sá út, fegnast vágbingar um at løgtingsmaðurin Jákup Olsen fekk hurðarnar á Polarfrost uppaftur. Vilt tú, Bjørn á Heygum, vera við til at stuðla Jákupi Olsen bæði moralskt og fíggjarliga við hansara royndum við pelagiskum fiski á Polarfrost Fiskavirking ger hvørki nýtslu av bygninginum til framleiðslu ella av pelagiskum tilfeingi, ella er tað bara meiningin, at vágbingar skulu framhaldandi liggja á knøunum og trekkja løn frá tí almenna. Hetta hevur so ikki ligið til vágbingar upp gjøgnum tíðirnar. Tað var tann tíð, tá ið Vágur var ungdangongubygdin, var lokomotivið í tí føroyska samfelagnum. Her í Vági vóru 9 fiskavirkir, her var gjørd kei, bygdur sparikassi og her varð bygt el-verk, meðan allar Føroyar lógu í svartasta myrkri. Ber tað til, at landsins kosnu menn kunnu útrudda eina slíka bygd Her í Vági búgva enn vinnulívsmenn, sum royna. Gevið teimum øllum góðar umstøður og gevið teimum livilíkindi. Førið vinnulívspolitikk á Føroya Løgtingi. Anton Petersen, Vágur FLogvallarmálið Tað er so nógv ið verður neyðugt at fáa skipað fyri her á landi, t.v.s. at fáa flogvallarmálið gjøllari viðgjørt so fyrireikingarnar at fáa ein altjoða flogvøll á Glyvursnesi kunna byrja. Tað hevur fyrr verið skrivað um týdningin av hesum flogvølli á Glyvursnesi, sum gevur fleiri fyrimunir sum ikki fáast aðrastaðni í Føroyum, sum hevur týdning fyri miðstaðarøkið. Tað er bæði í samband við ferðamannaflutning og fraktflutning, loftvegis, ið fær stóran týdning fyri allar Føroyar og sum skal spara okkum undirsjóvartunnil undir Vestmannasund. Tað er longu fyri nøkrum árum síðan at Tórshavnar býráð nýtti 5 mill .kr. til fyrireikingar av hesum flogvølli á Glyvursnesi, og hvørs grót bleiv nýtt at byggja út havnalagi á Eystaru Bryggju. Tað ber eisini til at fyrireika ein tunnil gjøgnum Kirkjubønes frá Glyvursnesi og so veg inn til Kirkjubø og Gomlurætt, hetta vil stytta farleiðina hjá teimum sum koma úr Sandoynni, og útflutningsvinnuna. Tað má setast peningur av løgtingsins fíggjarlóg til henda flogvøllin ið vil geva nógv arbeiði/starv, ið stórur tørvur er á í dag, og vit kundu eisini skipað tyrluflutning úti á Glyvursnesi og fingið ein veg frá Glyvursnesi inn til Argjaboða. Tað ber eisini til at skipa Vaktar- og Bjargingartænastuna úti á Glyvursnesi, og at fingið bygt ein flogskúla til tær neyðugu útbúgvingarnar til flogfør og tyrlur, ið kundi verið skipað í Føroyum ístaðin fyri uttanlands. Tað hevur nú verið nevnt fleiri møguleikar, eisini ber til at byggja Hotell Glyvursnes, ístaðin fyri á Skálatrøð ella Yviri við Strond, ið eisini vildi givið nógv arbeiði. Tá høvdu vit sloppið av við alt arbeiðsloysi, og neyðugt hevði verið at fingið føroyingar at flutt heim aftur til Føroya. Hans Birgir Hansen Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Nýggjur leiðari á Blindastovninum Karin Kass, sum hevur røkt starvið sum leiðari á Blindastovninum, síðan Jákup Danielsen fór í farloyvi í juni 1994, er tann 1. november sett sum fastur leiðari, nú Jákup Danielsen er farin í annað starv Stýrið fyri Føroya Blindastovn hevur sett Karin Kass í Havn í starv sum leiðari á Føroya Blindastovni frá 1. november 1997 at rokna. Karin Kass er ikki ókend í hesum starvinum. Tá fyrrverandi leiðarin, Jákup Danielsen, tók við sum formaður í Starvsmannafelagnum, fekk hann farloyvi frá Blindastovninum. Karin Kass varð tá sett sum leiðari, og hevur røkt hetta starv fyribils í góð trý ár. Jákup Danielsen er nú farin í annað starv, og hevur sagt leiðarastarvið frá sær. Tí er starvið sum leiðari á Blindastovninum lýst leyst, og hevur Stýrið avgjørt at seta Karin Kass sum fastan leiðara á stovninum. Karin Kass, sum er 37 ára gomul, er útbúgvin ergoterapeutur í Århus 1985. Hon hevur síðan tikið eftirútbúgving í Danmark sum leiðbeinari fyri blind og sjónveik. Eisini hevur hon starvast sum leiðbeinari fyri blind og sjónveik í Danmark, eins og hon eisini hevur starvast á donskum skúla fyri blind og sjónveik børn og ung. Síðan hon koma aftur til Føroyar, hevur hon fyrst starvast sum leiðbeinari fyri blind og sjónveik hjá Landsskúlafyrisitingini. Og síðan 15. juni 1994 sum fyribilsleiðari á Føroya Blindastovni, har non nú frá 1. november 1997 er sett í fast starv sum leiðari. Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Meira sektorábyrgd er tiltrongd Tíðin er farin frá, at alt, sum hevur við handicappolitik at gera, verður lagt undir socialmál. Hvør sektor í almennu fyrisitingini eigur at taka ábyrgd av sínum øki. Tað er tað, sum nevnt verður sektorábyrgd Samrøður við Leiðsluna á Strandfaraskipum Landsins geva vónir um, at lættari verður hjá blindum at ferðast í Føroyum í framtíðini, sigur formaðurin í Dansk Blindesamfund, Svend Jensen, sum hevur vitjað í Føroyum saman við næstformanninum, Poul Lüneborg. So kann onkur sjálvandi spyrja, hvat ein danskur felagsformaður skal koma hendan vegin at tosa um slíkt til. Grundin er tann, at Føroya Blindafelag er limur í danska landsfelagnum, Dansk Blindesamfund. Og leiðslan í Dansk Blindesamfund hevur skyldu at vitja limafeløgini. Sektorábyrgd Tey ymsu økini í samfelagnum eiga at reka miðvísan handicappolitik hvørt á sínum øki. Fyrr hevur tað verið soleiðis, sigur Svend Jensen, formaður í Dansk Blindesamfund, at handicappolitikkur hevur verið roknaður sum socialpolitikkur og lagdur undir socialmál. Tað er alt gott um tað at siga, men tað er eisini tann vansin, sum ofta hevur víst seg, at økið verður so stórt, at okkurt fellur burtur ímillum. Fara vit hinvegin inn á sektorábyrgd, har hvørt øki sær tekur sær av teimum, tey hava við at gera, gerst umsitingin lættari. Um vit nú ímynda okkum, at Strandfaraskip Landsins taka sær av, at allar ferjurnar hava lyftur soleiðis, at ein rullustólur sleppur til og frá, er talan um sektorábyrgd. Tá er ikki neyðugt hjá landsstýrismanninum í almannamálum at hugsa um tað, men hjá ferðslumálaráðharranum. Og tað tykist øllum sjálvsagt, at tað er tekniska umsitingin hjá eini kommunu, sum hevur ábyrgdina av, at ljóð er á ljóskurvunum, so tann blindi kann vita, nær hann skal fara yvir um vegin. Tað er ikki meiningin, at sociala nevnd skal taka sær av tí. Samferðslan Tann blindi er bundin at ørðum í mongum førum. Ikki minst, tá ferðast skal. Vanligt er, at blind ferðast í kollektivari ferðslu, tað vil siga við bussi ella skipi. Men tað er ein sannroynd, at illa hevur borið til hjá brekaðum yvirhøvur at ferðast í Føroyum. Eftir at hava tosað við leiðsluna á Strandfaraskipum Landsins, sigur Svend Jensen, formaður í Dansk Blindesamfund, at útlit eru fyri, at tað kann gerast lættari hjá blindum at ferðast við føroysku ferjunum. Svend Jensen, formaður í Dansk Blindesamfund, sigur, at ynskjandi kundi verið ein skipan innan samferðsluna, har blind kundu ferðast fyri hálvan prís. Ella fyri fullan prís í fylgi við einum hjálparfólki. Hetta er ynski, sum líkist skipan, sum galdandi er í Danmark, sigur hann. Svend Jensen, formaður, og Poul Lüneborg, næstformaður í Dansk Blindesamfund, sum hava verið og vitjað Føroya Blindafelag, láta væl at Bindastovninum. Hann er eitt trygt og kreativt stað hjá blindum at vera, siga teir, og vænta sær nógv av stovninum í framtíðini. Áki Bertholdsen Nógv fólk verða sett á bíðilistan til skurðviðgerð Landssjúkrahúsið: Ógvusligu sparingarnar, tað er neyðugt at seta í verk á Landssjúkrahúsinum nú í november og desember, fyri at kunna halda játtanina í ár, bera eisini í sær, at bíðitíðin at koma undir skurð, verður longd Uppá henda mátan verður arbeiðið alt ov ineffektivt, sigur Jan Jespersen, leiðandi yvirlækni á Landssjúkrahúsinum Tað verður tað sama hjá okkum. Vit noyðast eisini at skerja virksemið. Jan Jespersen, leiðandi yvirlækni á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum váttar, at heldur ikki skurðdeildin sleppur snikkaleys undan teimum átrokandi sparingunum, tað er neyðugt at gera á Landsjúkrahúsinum nú í november og desember fyr i at fáa játtanina fyri í ár at halda. Á Landssjúkrahúsinum eru meiri pengar brúktir higartil í ár, enn tað átti, skal tað bera til at varðveita virksemið ótarnað, uttan at spreingja játtanina á fíggjarlógini fyri í ár. Tað ber í sær, at hesar báðu síðstu mánaðirnar er neyðygt at seta ógvuslig sparitiltøk í verk, skal játtanin halda. Í Sosialinum leygardagin greiddi Jón á Steig, leiðandi yvirlækni á medisinsku deild frá, at á medisinsku deild varð neyðugt at spara upp til 70% av sengrunum burtur, frá 10. november til 5. januar. Hesa tíðina verða báði deild 6, deild sjey og "Barakkin tey rópa, stongd ávís tíðarskeið. Neyðugt verður sostatt at flyta sjúklingar ímillum deildirnar hesa tíðina. Samstundis verða bara sjúklingar lagdir inn, sum hava bráðneyðuga viðgerð fyri neyðini. Øll onnur viðgerð verður útsett. Tað ber so í sær, at bíðitíðin verður longd einar tveir, tríggjar mánaðir. Sama skilið á skurðdeildini Jan jespersen, leiðandi yvirlækni á skurðdeildini, sigur, at har er sama skilið. Eisini á skurðdeildini verður neyðugt at spara fitt av pengum, sigur hann. Hann sigur, at talan er m.a. um at lata B 3, sum eisini verður nevnd "fimm-daga-deildina, aftur til 5. januar. Henda deildin er annars vasnliga stongd vikuskiftini, men nú verður hon ikki opin mitt í viku heldur. Enn veit Jan Jespersen ikki nágreiniliga nær hon letur aftur. Kanska verður tað ikki fyrrenn í desember, heldur hann. Skurðviðgerðir útsettar Hetta ver so í sær, at neyðugt verður at skerja virksemið svarandi til tað. Tvs, at neyðugt verður at útseta ætlaðar skurðviðgerðir til virksemið er komið í sína vanligu legu aftur. Jan Jespersen sigur, at hesa tíðina verður nógvar ætlaðar skurðsviðgerðir útsettar til í vár. Men tað verður ikki so, at alt arbeiðið verður lagt stilt. Umframt bráðneyðugar skurðviðgerðir, verða um tað ber til nakrir sjúklingar tiknir inn til skurðviðgerðir, sum ikki krevja innlegging, ella bara smávegis innlegging, sigur hann. Summarferian ov dýr Jan Jespersen sigur, at orsøkin til, at ov nógvir pengar eru brúktir á skurðdeildini, er ov nógv starvsfólk hava ov nógva yvirtíð, sum skal avspákast nú í november og desember. Høvuðsorsøkin er, at summarferiunar eru ov dýrar. Vit eru so sperd við fólki, at tá ið fólk hava feriu, noyðast tey, sum eftir eru, at arbeiða so mikið nógv meiri, og tað kostar ov nógva yvirtíð. Tað er henda yvirtíðin, vit skylda starvsfólkunum ið liggur sum ein krógvað yvirnýtsla, ella undirskot. Umstøðurnar at avspáka eru vánaligar. Vit eru so fá, at tað ber ikki til at avspáka so hvørt. Av tí sama verður avspákingin bara skumpað frameftir og frameftir. Men einferð ber tað ikkk til longur. Skuldi toygt summarferiuna Jan Jespersen sigur, at tað átti at borið til at toygd summarferiunar longri, so at fólk hevði summarferiu báði í mai, juni, juli og august. Men hjá okkum skulu øllum hava summarferiu uppá 10 vikur í juli og í august men hóast tað knípur at fáa fólk í feriu tað fyrstu og tað síðstu vikuna. Tað hevði verið nógv beteri fyri sjúklingarnir, um summarferian varð toygd eitt sindur. So høvdu vit partvís sloppið- undan hesum stakkato-virkseminum upp og niður alla tíðina. Hesin mátin at skipa arbeiðið uppá um summarið er rættiliga óheppin, tí tað skerjir virksemið munandi, og tað tekur so langa tíð at fáa alla tað upphópaðu avspákingina frá hondini. Av tí sama verður arbeiðið rættiliga ineffektivt, tí tá ið vit sleppa ígongd aftur eftir summarferiuna, hava vit alla tíðina avspákingina at hugsa um. Hevði tað borið til at leitt sjúkrahúsið til lítar, hevði sumamrferian verið toygt meiri. Men tað er henda samskipanin, sum er ein trupulleiki á Landssjúkrahúsinum, sum støðan er. Hinvegin vil hann siga tað, at skal virksemið skerjast, er tað helst eina frægast at gera tað seinastu helvt í desember. Tann tíðin er rættiliga ineffektivur kortini av tí at so fá liggja, og vilja liggja inni á jólum, sigur Jan Jespersen. Sjálvuppgávan verður automatiserað Men tað er ikki Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður í fíggjar- og skattamálum ella nakar annar úr fólkaflokkinum, sum hevur tikið stig til hetta. Her roynir landsstýrismaðurin hjá fólkaflokkinum at prýða seg við læntum fjaðrum Her í blaðnum havi eg ofta víst á, hvussu lítið samsvar er millum orð og gerðir hjá fólkaflokkinum, og sum eitt dømi havi eg mint á, hvussu fólkaflokstingmenninir, Óli Breckmann og Jørgin Niclasen, fyri einum tveimum árum síðani reikaðu landið runt við einum lyfti um, at tá fólkaflokkurin aftur fekk ábyrgd, skuldi sjálvuppgávan gerast einfaldari í slíkan mun, at pláss fór at verða fyri henni á einum postkorti. Á sumri 1996 fekk fólkaflokkurin aftur ábyrgd. Og m.a. fekk hann júst hetta málsøki at umsita. Hann fekk ábyrgdina av fíggjar- og skattamálum. Higartil er bert tað hent, at vanligir skattgjaldarar, ið áður skuldu lata skattavaldinum eina sjálvuppgávu um árið, nú eisini skulu senda Toll- og Skattstovuni eini fýra til fimm umsóknarbløð árliga. Frádráttirnir, sum áður vóru á sjálvuppgávuni, eru umlagdir til stuðul. Tað førir við sær, at skattgjaldarin skal søkja um rentustuðul, at hann skal søkja um stuðul til ferðaútreiðslur, søkja um stuðul til dupult húsarhald o.s.fr. Nakrir skattgjaldarar, sum hava sína intnøku á sjónum, skulu eisini søkja um stuðul til telefonútreiðslur. Soleiðis er talan nú um fleiri sjálvuppgávur, afturat tí einu, ið framvegis verður latin inn. Undir umrøðuni av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 1998 varð spurningurin umrøddur. Í eini viðmerking til ein røðara úr fólkaflokkinum, vísti eg á tað sama, sum eg havi víst á her frammanfyri. Men hetta gjørdi, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eisini bað um at fáa eina viðmerking, og Anfinn Kallsberg segði, at sjálvuppgávan nú verður automatiserað í slíkan mun, at longu frá komandi skattaári skal sjálvuppgávan hvørva. Við øðrum orðum vildi hann siga, at fólkaflokkurin hervið hevur gjørt meira enn tað, ið teir báðir partamenn hansara, Óli Breckmann og Jørgin Niclasen, høvdu givið veljarunum lyfti um. Tá tingskipanin ikki loyvdi mær at fáa orðið aftur í tí umfarinum fekk eg ikki svarað landsstýrismanninum aftur. Men veruleikin er nú tann, at tað eru ikki fólkaflokkurin og Anfinn Kallsberg, ið hava tikið stig til at automatisera sjálvuppgávuna. Hetta arbeiði var í gongd longu áðrenn fólkaflokkurin kom í samgongu og áðrenn Anfinn Kallsberg tók við sum landsstýrismaður í fíggjar- og skattamálum. Fleiri vikur áðrenn samgongan varð umskipað á summri í 1996, kunnaði Jóannes Eidesgaard, táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, tingmanningina hjá javnaðarflokkinum um hetta arbeiði. Hann segði, at eftir nýskipanini, so skuldi skattavaldið senda skattgjaldaranum eina lidna sjálvuppgávu til støðutakan. Í teimum førum, har skattgjaldarin góðtekur sjálvuppgávuna hjá Toll- og Skattstovuni, verður ikki neyðugt at lata sjálvuppgávuna inn aftur. Tá tingmanningin hjá javnaðarflokkinum umrøddi hesa nýskipan, vóru summir flokslimir ivasamir viðvíkjandi tí nýggju skipanini, og grundgevingin var, at hetta í alt ov stóran mun fór at taka persónligu ábyrgdina frá tí einstaka skattgjaldaranum og at seta hann undir almenna skattliga umsiting. Nakra endaliga niðurstøðu gjørdi javnaðarflokkurin kortini ikki. Vit gingu út frá at málið fór at verða nærri viðgjørt seinni. Men av tí at samgongan beint eftir hetta varð umskipað varð tað av ongum. Her er sostatt talan um, at landsstýrismaðurin hjá fólkaflokkinum, Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharri, prýður seg við læntum fjaðrum. Men hann um tað. Sambært politisku stevnumiðunum hjá fólkaflokkinum, skal flokkurin virka fyri persónligum fíggjarligum frælsi, og per-sónligari ábyrgd av egnum fíggjarviðurskiftum. Tá flokkurin nú breggjar sær av, at hann setur føroyska skattgjaldaran undir almenna skattliga umsiting, so er hetta bert enn eitt prógv um, hvussu stór fjarstøðan er millum orð og gerðir hjá fólkaflokkinum. 1. januar í ár fingu vit eina bruttoskattaskipan fyri A-skattgjaldarar. Málið varð lagt fram á ting, so tætt upp undir jól í fjør, at tað nærum gjørdist jólatrøll í tinginum. Men tað hevði miklan skund hjá landsstýrinum, at fáa málið avgreitt í løgtinginum, soleiðis at nýggja skipanin kundi virka frá 1. januar 1997. Í hesum sambandinum varð spurt, um vit ikki skuldu hava eina bruttoskattaskipan fyri B-skattgjaldarar eisini, og svarið var, at hon skuldi koma eitt ár seinni. Nú eru umleið 11 mánaðir gingnir, síðani uppskotið um eina bruttoskattaskipan fyri A-skattgjaldarar varð lagt fram á ting. Men enn røkist onki fyri eini bruttoskattaskipan fyri B-skattgjaldarar. Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, hvussu tað gongst við tí málinum. Verður tað málið framlagt nú beinanvegin Ella verður málið eisini í ár á strikuni at gerast jólatrøll í løgtinginum Ella verður tað soleiðis, sum eg sjálvur og fleiri aðrir tingmenn spáddu, at uppskotið um eina bruttoskattaskipan fyri B-skattgjaldarar ongantíð fer at koma Áki Bertholdsen Geva rottuni betur møguleika at yvirliva Skal rottan týnast, má farast fram við skili. Og mátin, føroyingar brúka er púra skeivur. Vit oyða ikki rottuna uppá henda mátan. Tvørturímóti gera vit henni betri umstøður at klára seg Rottan er ring at koma til lívs. Men tað ber til, hóast tað krevur drúgvt arbeiði, sum harumframt skal verða sera miðvíst og ógvuliga vælskipað. Ikki minst krevur tað drúgvar fyrireikingar. Komandi hósdag og fríggjadag hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan skeið fyri øllum kommunum um rottuoyðing. Starvsstovna vísir til kunngerð frá 1962, sum sigur, at "reglulig rottuoyðing skal setast í verk eina ferð um árið frá 14. til 25. november. Men at seta rottuoyðing í verk hesa tíðina tænir als ongum endamáli. Tvørturímóti fáa vit onki burturúr, uttan at geva rottunum, betri umstøður at klára seg. Hetta er sambært skotanum, Bernie Zonfrillo. Tað er hann, sum ætlandi skal skipa fyri tiltakinum at oyða rottuna í Vágum. Áður hevur hann staðið fyri at týna rottuna fleiri staðni, seinast á lítlu Handaoy Skotlandi. Jens K. Jensen í Nolsoy sigur, at hesin skotin hevur greitt honum frá, at einasta, effektiva tíðin at leggja út rottueitur er tíðliga um várið. Um veturin hava rotturnar tað sera ringt. Kampurin um føðina er harður, og um várið eru tær so úthungra-ar, at tá ber til at týna hana við vælskipaðum, miðvísum arbeiði at leggja út rottueitur. Jens K. Jensen sigur frá skotanum, at tað einasta vit fáa burturúr at leggja rottueitur aðrar árstíðir, eru, at vit týna nakrar rottur burturav, men samstundis geva vit teimum, sum eftir eru, betri yvirlivilsis møguleikar. Í veruleikanum snýr tað seg um, at tað eru so nógvar rottur til um veturin sum gjørligt fyri at tær skulu verða so úthungraðar sum gjørligt um várið. Týnir tú helvtina av rottunum um heystið, koma hinar nógv lættari ígjøgnum veturin og eru tí ikki so lættar at fyribeina við eituri. Eygleiða í fleiri ár Jens K. Jensen leggur dent á, at sjálvur er hann langt frá serkønur á økinum, og tað einasta, hann veit, er tað, Bernie Zonfrillo hevur fortalt honum einaferð fuglafrøðifelagið hevði fingið hann hendavegin. Eygleiða í langa tíð Men tað er heldur ikki bara sum at siga tað at leypa á við rottueituri um várið. Fyrst skal eitt stórt fyrireikingararbeiðið til at vita, hvar rottan heldur til um veturin. Á Handa Island eygleiddu tey rottuna í trý ár, áðrenn lopið var á við rottueituri. Nógv er at fara um. Tað eru bjørg og hamrar, brekkur, fløtur og mýrar. Skal eitt slíkt tiltak eydnast, er tað neyðugt at vita, hvar rottan heldur til um veturin fyri at kunna miðsavna útleggingina um tey støðini, so tað verður gjørt ordiligt, heldur enn at leggja allastaðni uppá gjøt, tí tað førir heldur ikki til nakað. Tað ræður um at kanna atferðina gjá fíggindanum gjølla. Umráðandi at allar eru við Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað er umráðandi at allar kommunur, har rotta er, eru við á skeiðnum. Á skeiðnum verður m.a. greitt frá ymsum mátum at týna rottu, um rottuoyðing og fuglabjørg, um avleiðingar av rottu, báði fíggjarliga og til reinføri og um, hvussu nógvar rottur eru. og hvar tær eru. Aftaná hvønn fyrilestur verður høvi at seta seta spurningar Kostar at liva við sjógvin Í Klaksvík var eisini minningarhald, og við minningarhaldið við minnisvarðan í gamla kirkjugarði helt Hilmar Danielsen røðu. Hann byrjaði við fyrsta ørindinum í sjóferðarsálminum hjá Mikkjali á Ryggi, Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur. Myndin av havinum og mánnalívinum, har lýst verður, hvussu sera tætt knýtt hetta fólkið hevur verið at havinum. Tað hevur mangan verið havt á muni, at tað er nakað serstakt við fólki, sum livir nær náttúruni. Har kristindómurin er boðaður, eru strandarfólkið og oyggjafólkið mira heft at kristintrúgv síni, og onkuntíð hevur stórbýarfólkið kanska havt bros á varrum yvir tað góðtrúna bygdarfólkið. Vit liva so nær teimum øgiligu kreftunum, sum bera okkum ónt og gott. Vit uppliva, at Jesus kemur og hóttir á bylgjunum, so tað verður silvitnislogn, eisini í lívi hins einstaka. Vit uppliva, at tað sum tóktist vakurt og sterkt munar lítið, tá ódnarstormarnir leika. Vit uppliva, at júst sum eydnan tóktist blíð, og silvitnislogn var, so langt eygað rakk, so raka lívsins stormar okkum við ófatiligari megi, og vit eru um at verða tikin av fótum. Nei, havidýpi er ikki bygt á bjálkum, langt frá tí, segði Hilmar Danielsen. Hann umrøddi vanlukkuna, tá Ernestina fórst í 1930 í Íslandi. Tað var ein bardagi millum manning og eitt uppøst hav. Tað var eitt undur, at nakar kom livandi frá hesi hending og eitt bragd, sum Ziska á Fløttinum gjørdi. Hetta sigur eisini eitt sindur um, hvat okkara sjófólk hevur gingið ígjøgnum, fyri at vit føroyingar skulu yvirliva á hesum kørgu klettum. Eisini hetta seinasta ár hevur tað hent, at sorgarboð eru farin um landið, tí at ein av okkara landsmonnum fórst á sjónum. Og eisini bygd okkara má enn einaferð ásanna, at tað kostar at liva so nær havinum. Orð siga so lítið í sorgini, men orð eru tað einasta, vit eiga til ugga og troyst, tá tey tungu boðini raka. Og vit kunnu so lítið annað gera enn at leita til hann, sum troytaði einkjuna i Nain. Vit fáa ikki tey mistu aftur, men vit kunu fáa stuðul í sorgini stuðul sum kann hjálpa okkum ígjøgnum ta tungu tíðina við einsemi og hjálparloysi, segði Hilmar Danielsen m.a. í røðu síni. Havið er havið og havið ber boð Alla halgannadagur var leygardagin, og á Sjómansheiminum í Havn var minningarhald teirra sjólátnu. Tað var í 1949, at løgtingið samtykti, at 1. november skuldi verða hildin sum minningardagur teirra sjólátnu. Ein virðiligur siður Við hesi avgerð varð ein virðiligur siður tikin upp, tí fáar tjóðir hava sum tann føroyska vágað so nógv á havinum, og fá fólk í heiminum hava verið so bundin at havinum fyri at tryggja sær lívsgrundarlagið, sum tey fólk, sum búgva á hesum klettum. Og fáar tjóðir hava lutfalsliga goldi havinum so dýrt sum tann føroyska tjóðin, segði løgmaður í røðu síni á haldinum á Sjómansheiminum. Havið er lívsgrundarlag okkara, og tann fongur, sum sjófólk okkara fær á havinum, er og hevur leingi verið høvuðstreytin fyri menningini av samfelag okkara, og høvuðstreytin fyri búskaparliga og harvið eisini mentanarliga framburði okkara. Tey virði, sum verða skapt í sjómansins hondum, koma okkum øllum til góða, segði Edmund Joensen, løgmaður. Havið er annað enn ævintýr og dreymar Hann nevndi, at flestu menn í Føroyum hava verið til skips, og havið dró teir heilt frá ungum árum. Men havið er so mangt annað enn ævintýr og kenslubornir dreymar, og tað hevur føroyingurin mangan sannað. Havið hevur mangan eirindarleyst kravt sín prís, og hesin hevur mangan verið tungur at gjalda. Meira enn hundrað føroyskir sjómenn lótu lív undir seinna heimsbardaga, tá ið teir sigldu vandasjógv tey árini fyri at bjarga konu og børnum mat í munnin. Løgmaður nevndi eisini, at júst í ár eru 40 ár liðin, síðan "Stella Argus gekk burtur við 22 monnum. Hetta var størsti missur Føroya síðani krígslok. Eykatúrar við tyrluni Nú kunnu tey, sum ætla sær uttanlands, og ikki hava tíð at seta av til túrin yvir land úr Havn vestur í Vágar, fara við tyrluni tveir dagar um vikuna. Túrurin tekur bara 12 minuttir Vetrarferðaætlanin hjá tyrluni byrjaði 1. november, og har er tann broyting gjørd í mun til summarferðaætlanina, at mikudag og fríggjadag flýgur tyrlan nú eisini millum Havnina og flogvøllin. Tyrlan fer hesar dagar úr Havn kl. 9.45, og tað mrkir, at ferðafólk, sum ætla sær uttanlands, kunnu nýta hetta eykasambandið millum Havnina og flogvøllin, og tað tekur bara 12 minuttir at sleppa vestur. Ferðakostnaðurin er kr. 215. Kanna nú prutlini Tað er komið politinum fyri oyrað, at fleiri børn undir 15 ár eiga prutl, sum tey koyra á. Tað hava tey ikki loyvi til, tí fyri at fáa koyrikortið, skulu tey vera 15 ár. Suni Vinther, leiðari á politistøðini í Havn, heldur tað vera forkastiligt, at foreldur geva børnm undir 15 ár prutl. Summi halda, at politiið einki ger við at kanna prutl, men tey kunnu verða lumpað. Sunnunáttina tók politiið í Havn eitt prutl inn til kanningar. Politiið hevur áður verið við skúlarnar og hugt, um har standa prutl. Tað kann væl henda, at vit fara at gera tað aftur, sigur Suni Vinther. Hann minnir annars prutlkoyrarar á, at umframt koyrikortið eiga teir altíð at hava kvittan fyri, at trygging er goldin, uppi á sær. Tilhaldið fingið leiðara Nevndin fyri Tilhaldið í Tórsgøtu í Havn hevur sett leiðara fyri nýggja tiltakið fyri pensionistar. Seks umsóknir vóru, og tann, sum er sett í stavið, er Vanja Petersen. Hon byrjar beinanvegin. Tilhaldið verður í gamla Føroya Banka, har Tekniski Skúlin áður var. Tað er í stovuhædd, so øll skuldu kunna komið inn. Ætlanin er ikki at seta fleiri starvsfólk, tí hugsanin við tiltakinum er, at leiðarin saman við pensionistunum, skal skipa fyri teimum tiltøkum og tí virksemi, sum skulu verða í húsinum. Tveir ávirkaðir Politiið í Havn tók hetta vikuskiftið tveir bilførarar, sum koyrdu ávirkaðir av rúsdrekka. Báðir bilførararnir, sum høvdu kenning, vórðu tiknir leygarnáttina. Túnfiskurin Hvussu ber tað til, at vit ikki sjálvir fáa nakað burtur úr túnfiskinum og at útlendsk skip hava fiskað her í fleiri ár uttan at tað hevur givið nakað í landskassan TEKNARI okkara og teknarin hjá øllum føroyingum, Óli P gjørdi á baksíðu blaðsins í farnu viku vart við eitt mál, sum hevur verið nógv frammi í pressuni í seinastuni túnfiskurin, sum hann málbar seg. Vit skulu ikki viðgera tekningina, tí hon talar sítt greiða mál bæði so og so. Men er tað veruliga so, at vit føroyingar liggja sjóvarfallið av okkum, meðan aðrir gera sær dælt AT japanskt skip kann fiska tunfisk í føroyskum sjógvi fyri góðar 20 mill. kr. eftir einum góðan mánað er heilt óhoyrt. Í hvussu er er tað fullkomiliga fremmant fyri okkum og helst eisini mongum øðrum føroyingum, at nakað slíkt ber til um somu tíð, sum tað gongur niður á bakka í føroyskari fiskivinnuni á so nógvum økjum. Hvussu ber tað til, at eitt so dýrt fiskaslag er á okkara øki í fleiri mánaðir um árið, uttan at vit sjálvi rætta hond frá síðu at fáa tað til høldar Vit duga ikki, vit hava ikki havt nóg nógva vitan osfr. Hetta eru svarini. Tað er rætt, at føroyingar hava roynt hetta áður, men at tað hevur ikki borið til. Spurningurin í dag eigur tí at verða: hvør myndugleiki í Føroyum ella hvør instansur sum so hevur ábyrgdina av at eitt so dýrt fiskaslag ikki verður veitt av okkum sjálvum. Farið er farið og tí er spurningurin: hvør eigur nú at skunda undir, at føroyingar fara undir slíka veiðu. Eiga almennir stovnar, politikarar o.a. at ganga undan ella eigur hetta at verða latið heilt og fult upp til fría initiativið til vinnuna EFTIR okkara tykki átti tað ikki at verið antin ella men bæði og. Okkara myndugleikar tað verið seg Fiskirannsóknarstovan ella annars stovnur átti saman við privatum at borið so í bandi, at her hendi nakað. EIN heilt annar spurningur í sama viðfangi er, hvussu tað ber til, at vit hava loyvt útlendskum skipum í kanska fleiri ár at fiska á føroyskum øki, uttan at hesi skipini hava fingið boð um at halda seg burtur ella at gjalda lisens fyri at fiska Sambart úttalilsi hjá einum av eygleiðarunum, sum er við japonsku skipunum, so hava útlendsk skip fiskað her í áravís og hevur tað ikki givið eina krónu til føroyska samfelagið. TAÐ sýnist fyri okkum sum um at tørvur er á betri samskipan og samstarvi millum ávísar almennar stovnar eitt nú Fiskirannsóknarstovuna og Vaktar- og Bjargingartænastuna. Vitanin hjá FRS. um útlendska fiskiskapin átti automatiskt at verið tilgongilig á V&B og øvugt. Í síðsta enda hevði tað ganga landinum og vinnuni. Vit siga ikki við hesum, at umrøddu stovnar ikki gera sítt arbeiði, sum teir eiga. Vit vilja bert vísa á nøkur viðurskifti, sum átti at fingið størri prioritet. Er so orsøkin tann, at stovnarnar hava ov avmarkaða orku, so er hetta nakað, sum átti at verið tikið upp. Tí tað kann ikki vera rætt, at fyri tað fyrsta lata vit føroyingar vera við at fiska sera dýran fisk, sum svimur í okkara egna sjógvi og harnæst lata vit aðrar sleppa at fiska sama fisk uttan at lata okkum nakað aftur fyri. Her hugsa vit ikki um royndarveiðuna hjá teimum báðum japonsku skipunum. Ein missir koyrikortið Hósdagin í seinastu viku máldi ferðslupolitiið ferðina hjá bilunum, sum koyrdu gjøgnum Kollafjørð. Ferðin hjá 200 bilum varð máld, og av teimm vórðu tveir skrivaðir upp fyri at koyra ov skjótt, og annar teirra koyrdi so skjótt, at bilførarin missir koyrikortið. Eykatúrar við tyrluni Nú kunnu tey, sum ætla sær uttanlands, og ikki hava tíð at seta av til túrin yvir land úr Havn vestur í Vágar, fara við tyrluni tveir dagar um vikuna. Túrurin tekur bara 12 minuttir Vetrarferðaætlanin hjá tyrluni byrjaði 1. november, og har er tann broyting gjørd í mun til summarferðaætlanina, at mikudag og fríggjadag flýgur tyrlan nú eisini millum Havnina og flogvøllin. Tyrlan fer hesar dagar úr Havn kl. 9.45, og tað mrkir, at ferðafólk, sum ætla sær uttanlands, kunnu nýta hetta eykasambandið millum Havnina og flogvøllin, og tað tekur bara 12 minuttir at sleppa vestur. Ferðakostnaðurin er kr. 215. Kanna nú prutlini Tað er komið politinum fyri oyrað, at fleiri børn undir 15 ár eiga prutl, sum tey koyra á. Tað hava tey ikki loyvi til, tí fyri at fáa koyrikortið, skulu tey vera 15 ár. Suni Vinther, leiðari á politistøðini í Havn, heldur tað vera forkastiligt, at foreldur geva børnm undir 15 ár prutl. Summi halda, at politiið einki ger við at kanna prutl, men tey kunnu verða lumpað. Sunnunáttina tók politiið í Havn eitt prutl inn til kanningar. Politiið hevur áður verið við skúlarnar og hugt, um har standa prutl. Tað kann væl henda, at vit fara at gera tað aftur, sigur Suni Vinther. Hann minnir annars prutlkoyrarar á, at umframt koyrikortið eiga teir altíð at hava kvittan fyri, at trygging er goldin, uppi á sær. Tilhaldið fingið leiðara Nevndin fyri Tilhaldið í Tórsgøtu í Havn hevur sett leiðara fyri nýggja tiltakið fyri pensionistar. Seks umsóknir vóru, og tann, sum er sett í stavið, er Vanja Petersen. Hon byrjar beinanvegin. Tilhaldið verður í gamla Føroya Banka, har Tekniski Skúlin áður var. Tað er í stovuhædd, so øll skuldu kunna komið inn. Ætlanin er ikki at seta fleiri starvsfólk, tí hugsanin við tiltakinum er, at leiðarin saman við pensionistunum, skal skipa fyri teimum tiltøkum og tí virksemi, sum skulu verða í húsinum. Tveir ávirkaðir Politiið í Havn tók hetta vikuskiftið tveir bilførarar, sum koyrdu ávirkaðir av rúsdrekka. Báðir bilførararnir, sum høvdu kenning, vórðu tiknir leygarnáttina. Veðrið Veðrið í dag: Lot til andøvsgul vestaneftir, skýggjað og regn ella ælingur. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið mikudagin: Lot til andøvsgul av vestri og fyrrapartin turt, men sum frálíður frískar hann vindin upp í ein strúk av norði og landnyrðingi og regn. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið hósdagin, fríggjadagin og leygardagin: Gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum og eitt sindur av regni viðhvørt. Hitin millum 4 og 8 stig. Í gjár: Eitt hátrýst, meira enn 1025 hPa. frá Norðureystur-Grønlandi til Norðsjógvin fer spakuliga eystureftir. Í dag: Eitt lágtrýst, 1000 hPa. sunnanfyri Ísland stendur mestsum í stað og brúgvalagið haðani gevur regn og vind í Føroyum. Hitin í oktober lá nær miðaltalinum 7,1° móti 7,5°. Avfallið var minni enn miðal 137,8 mm móti 169,1 mm. Mikudagur 5. november 1997 Tey skulu sjálv ráða Eg gleði meg, til vit kunnu lata Tilhaldið í Tórsgøtu upp fyri pensionistunum, sum vit yngru kunnu læra so nógv av, sigur Vanja Petersen, leiðari fyri Tilhaldinum Enn veit Vanja Petersen ikki, nær hon kann lata dyrnar í Tilhaldinum í Tórsgøtu 21 upp fyri øllum pensionistum í Havn. Tað eru ikki meira enn nakrir fáir dagar, síðan hon varð sett í starv sum leiðari fyri Tilhaldinum, og hon hevur júst byrjað. Hetta er eitt spildurnýtt tiltak, sum býráðið hevur sett í verk við stuðli frá Almannastovuni. Tilhaldið verður í gamla Føroya Banka í Tórsgøtu, har Tekniski skúlin seinni var. Hvønn mikumorgun skulu Vanja og starvsnevndin fyri tiltakið hittast í hølunum at tosa um, hvørji tiltøk skulu verða í tiltakinum. Hugskotini tróta ikki, og Vanja ber ongan ótta fyri, at pensionistar fara at aftrat seg við at koma, tí tá fundurin var, sum valdi starvsnevndina, møttu 120 pensionistar. Húsið liggur eisini so væl fyri, mitt í býnum. Tilhaldið verður í stovuhæddini. Tað stóra rúmið, har bankin áður helt til, er ætlanin at býta upp, soleiðis at fólk kunnu sita í bólkum og takast við ymist. Hugsanin er at hava fyrilestur, og at onkur lesur upp fyri teimum, sum kanska ikki síggja so væl at lesa. Eitt uppskotið er at hava ein diskussiónsklubbi, har dagsins mál verða umrødd. Onkur mælir til at hava stuðulsbólkar, og annars hava tey í starvsnevndini tosað um alskyns tiltøk í húsinum. Tað hevði borið til at fingist við ymisk handverk, eitt nú grótslíping. Summi kunnu sita við hondarbeiði ella teldu, og einki skuldi verið í vegin fyri at spælt krokk uttanfyri. Vanju dámar væl hugskotið um at hava fimleik í húsinum, tí nógv eldri fólk eins og tey ungu, røra seg alt ov lítið. Hugskotini eru óendaliga nógv, og eg ætli mær sjálv ikki at avgera, hvat skal vera í húsini. Tað skulu pensinistarnir sjálvir avgera, sigur Vanja, sum leggur stóran dent á, at pensionistarnir ikki mugu kenna tað, sum at nakað verður smoygt niður yvir tey. Eg haldi hetta vera eitt gott tiltak, tí nógv eldir eru einsamøll, og nógv duga ikki rættiliga at finna útav, hvat tey skulu fáast vi, tá tey gevast at arbeiða fyri aldur. Tað er ikki nóg mikið bara at sita heima við útvarpi og sjónvarpi. Vanja kennir væl til umstøðurnar hjá eldri fólki. Hon er útbúgvin sjúkrasystir, hevur arbeitt bæði á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, á sjúkrahúsinum í Klaksvík, eitt styttri tíðarskeið arbeiddi hon á Samsø í Danmark og seinastu árini hevur hon arbeitt nógv á Hvíldarheiminum. Mær dámar so væl at vea saman við tilkomnum fólki, tí tey hava so nógv at fortelja okkum yngri, og vit kunnu læra av teimum. Eg hugsi soleiðis, at fólk mugu ikki harmast um, at tey verða gomul, tí tað er prógv um góða heilsu, sigur Vanja. Hon veit enn ikki, nær Tilhaldið í Tórsgøtu 21 kann lata upp. Nakrar smærri umvælingar muu gerast, men tað er ikki sum at siga tað at fáa handverkarar. Men meðan bíða verður eftir tí, gera Vanja og starvsnevndin reglugerð og aðrar neyðugar fyrireikingar. Eg gleði meg til tann dag, tá ið vit kunnu lata dyrnar upp, sigur Vanja, sum verður einasta lønta starvsfólkið í Tilhaldinum. Hava valt sær boripall sum framtíðar ar- beiðspláss Tann 21 ára gamli Ragnar Simonsen og tann 35 ára gamli Mikael Gren úr Havn hava verið á skeiði á boriskúla í USA. Nú fara teir til Aberdeen á enn eitt skeið og so gongur leiðin út á ein av pallunum hjá Transocean. Báðir hava teir ætlanir um at fáa fótin fastan á boripalli og gera hetta til teirra framtíðar lívsstarv. -Vit síggja stórar møguleikar í hesi vinnuni og hava avgjørt at finna eina framtíð her siga teir báðir, Ragnar Simonsen og Mikael Gren, báðir úr Havn, sum júst eru heimafturkomnir av skeiði hjá stóra amerikanska borifelagnum Transocean. Teir hava verið á skeiði á nýggja og einasta skúla av sínum slag í New Orleans í statinum Virginia í USA. Talan er um fyrsta part av eini røð av skeiðum, sum skulu geva einum atgongd til at arbeiða umborð á boripallum. Trygdin alfa og omega -Tað snýr seg aftur og aftur um trygd. Transocean leggur alla hugsandi orku í, at trygdin er ikki bert í lagi, men at hon er 100% í lagi. Her er als eingin slingur í valsinum. Øll, sum arbeiða á einum boripalli, frá vaskikonu til lækna, skulu taka tey neyðugu trygdarskeiðini sigur tann bert 21 ára gamli Ragnar Simonsen, sum er sera fegin um, at hann fekk møguleikan at fara á skeið hjá einum útlendskum borifelag. Hann tók studentsprógv í fjør og hevur síðani tá arbeitt sum sølumaður í Skemmuni og eisini á Skipasmiðjuni. Hann ætlar sær ikki, sum so mong av hansara javnaldrum til Danmarkar at fáa sær hægri út-búgving. -Eg haldi meg hava funnið eina rók, sum eg fari at leggja meg eftir og hon eitur frálandavinnan ella rættari arbeiði umborð á einum boripalli sigur Ragnar, sum heldur ikki dylur fyri, at tað er áhugin fyri og spenningurin um eina komandi føroyska oljuvinnu, ið hevur fingið hann til at seta kós móti oljuvinnuni. Ragnar er sera fegin um, at føroyska umboðið hjá Amerada Hess, Johan Mortensen, hevur tikið stig til at fáa føroyingar í hesa vinnu og fegnast hann um, at hann gjørdist annar av monnunum, sum fekk henda einastandandi tjansin. Talan er um tvey skeið aftrat hjá Transocean. Eitt er í Aberdeen og hitt er umborð á einum av boripallunum hjá felagnum. Tilsamans vara skeiðini einar tríggjar mánaðir. Síðani er tað hart arbeiði umborð á einum palli, og hetta sær Mikael Gren ikki minst fram til. Hann er 35 ára gamal. Er føddur í Svøríki men hevur búð í Føroyum seinastu 10 árini og kennir seg sum føroying. Hann er bilmekanikkari men fór at læra til maskinmeistara, tá hann frætti um møguleikarnar í oljuvinnuni og at henda vinna nú nærkaðist Føroyum. -Eg havi fingið mær maskinútbúgving við tí fyri eygað at fáa arbeiði umborð á einum boripalli. Havi so roynt at fáa samband við borifeløg men hetta hevur verið ómetaliga torført. Eitt nú havi eg spurt meg fyri hjá norskum feløgum, men tað vísir seg, at tey taka helst bara norðmenn. Ikki fyrr enn nú tá føroyska Amerada Hess umboðið kom inn í myndina eydnaðist tað mær at fáa ein tjans og hetta eri eg ómetaliga fegin um. Mikael Gren heldur annars, at tað átti at verið onkur stovnur í Føroyum, sum kundi verið kontaktlið hjá føroyingum, sum vilja leita eftir arbeiði eitt nú á boripallum. Hann nevnir í hesum sambandi, at hann er eitt sindur vónsvikin av ALS, sum ikki var ført fyri at hjálpa honum. Annars vónar hann at kunna fáa framtíðar starv á einum oljupalli. Hann er tí sera fegin um at vera sloppin á skeiðið hjá Transocean og sær fram til at koma umborð á einum av pallunum hjá felagnum, helst í Norðsjónum men fyri tað kring alla verðina, har felagið arbeiðir. Mikael dylur ikki fyri, at hann serliga hevur leitingina við Føroyar í huganum, tá hann tosar um arbeiði á boripalli. -Tá boripallar koma á føroyskt øki verður tað sum at vera heima. Tú er 14 dagar úti og so 14 dagar heima. Teir báðir stóðu seg annars sera væl til royndina. Teir fingu 90 stig av 100 møguligum. Báðir siga teir, at enska málið var als eingin forðing. Teir siga annars, at tað skuldu verið góðir møguleikar hjá føroyingum at roynt seg í hesi vinnuni, nú alt bendir á, at tað verður eitt stórt boom í hesi vinnu. Bara Transocean skal seta fleiri hundrað fólk í arbeiði í næstum til at nøkta tørvin á boriarbeiði í Meksikanska Flógvanum. Johan Mortensen, stjóri og umboðsmaður hjá Amerada Hess í Føroyum er væl nøgdur við hetta fyrsta skeiðið, sum føroyingar hava verið við til í USA. -Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at vit fáa útbúgvið føroyingar at arbeiða á boripallunum, ikki minst tá hugsað verður um møguleikan fyri, at fleiri av hesum pallum um ikki so nógv ár fara at vera vanlig sjón á føroyska landgrunninum. Johan Mortensen vísir eisini til frágreiðingina hjá Oljuráðleggingarnevndini, sum júst leggur stóran dent á, at føroyingar vera við til at manna størvini í tí virksemi, sum verður í sambandi við oljuleiting á føroyskum øki. Hann sigur annars, at spírin til at føroyingar nú eru inni í skipanini hjá Transocean varð lagdur á oljuráðstevnuni í Havn í mars í ár. Tá kom hann m.a. at tosa við ein av stjórunum í Transocean, Rickie Ricker, sum longu tá kundi síggja tað skilagóða í, at teirra felag gav føroyingum frálæru og arbeiði á oljuboripallum. Transocean eigur 17 boripallar, harav 11 eru í Norðsjónum. Tað verður ein av pallunum hjá hesum felagnum, sum oljusamtakið við Amerada Hess, Norsk Hydro, Lasmo og Dong fer at brúka í Føroyum, um tað fer at fáa lisens her. Tann boripallurin er Transocean Leader og er útbygdur og umbygdur fyri 300 mill. kr. fyri nettup at kunna klára uppgávur á djúpum vatni sum við Føroyar. Føroyskir lærarar prógv í oljuboring Hósdagin kl. 10.30 verður í Føroya Landsstýri í Tinganesi prógv handað teimum 5 monnunum, sum hava tikið grundskeið í boring á Stavanger maritime skole. Talan er um tilsamans 5 lærarar ávikavist frá Tekniska Skúlanum í Tórshavn, Tekniska Skúlanum í Klaksvík, Føroya Sjómansskúla og Maskinmeistaraskúlanum. Grundskeiðið í boring fevndi m.a. um jarð-frøði, logging, borivesku, trýsræði, boritøkni, pneumatiska og hydrauliska útgerð, og trygd í dagliga rakstrinum. Harumframt hava teir 5 lærararnir vitjað ymsar boripallar. Við støði í útbúgvingini, sum hesir lærararnir hava frammanundan, hava teir fingið førleika í at undirvísa í ymsum evnum við atliti at oljuboring. Arbeitt verður í løtuni við at stíla fyri 2 daga skeiðum ymsa staðni í landinum, so áhugað, t.d. bygdaráðslimir, fakfeløg og vinnufyritøkur, kunnu fáa kunnleika til innleiðandi partar av einari møguligari oljuvinnu í føroyskum øki. Av tí at tað eru føroyingar, sum undirvísa, og sum kenna tað føroyska samfelagið, verður stórur dentur lagdur á, at lýsa bæði vinnumøguleikar og arbeiðs-møguleikar, sum ein oljuvinna kann bjóða føroyska samfelagnum, samstundis sum gjørt verður vart við, hvørji krøv tílík vinna setur til arbeiðsmegi, framleiðarar og veitarar. Túgvusteinur fiskar tunfisk í Suðuratlantshavi Partafelagið Thor í Hósvík hevur gjørt sáttmálar í Namibia og Suðurafrika um at sleppa at fiska tunfisk, svørðfisk og annan uppisjóarfisk í Suðuratlantshavinum Línubáturin Túgvusteinur úr Hósvík er í Suðuratlantshavi og fiskar millum annað tunfisk, sum seldur verður á amerikanska marknaðin. Meðan menn koma hinumegin Jørðina at fiska tunfisk undir Føroyum, eru nakrir føroyingar farnir hálvan veg hinvegin at fiska sama fiskaslag. Ella kanska okkurt systkinabarn, tí tunfiskasløgini eru rættiliga mong í tali. Túgvusteinur hevur verið í Suðuratlantshavinum síðan august mánaða í fjør, sigur Gunnbjørn Joensen, sum er reiðari á teimum trimum skipunum, sum Partafelagið Thor í Hósvík eigur. Tey eru, umframt Túgvustein, eisini Thor og Lars A. Kruse, sum felagið nýliga hevur keypt úr Danmark fyri 4,75 milliónir krónur, men ikki endaliga yvirtikið enn. Gunnbjørn Joensen, reiðari, sigur, at teir hava góðar vónir til fiskiskapin har suðuri, hóast tað enn ikki hevur givið tað heilt stóra. Men sum frá líður, og royndirnar fara at vísa seg, væntar hann, at tað fer at bera til. Tað, sum vit frætta frá japanska fiskiskapinum undir Føroyum, er, at her verður allur fiskurin frystur. Og tað skal vera niður á 60°. Slíka frystiorku hevur Túgvusteinur ikki, so okkurt annað má roynast. Hóast japanarar so at siga stýra tunfiskamarknaðinum, eru tó aðrir møguleikar at selja, sigur Gunnbjørn Joensen. Og teir selja sína veiðu feska á amerikanska marknaðinum. Tað er tó bara tað allarbesta, sum sent verður feskt við flogfari til New York, sigur Gunnbjørn Joensen. Tað verður væl og virðiliga skilt, og tað, sum ikki verður mett sum avgjørd toppgóðska, verður fryst og selt á lokala marknaðinum suðuri í Afrika. Men tað er eisini rættiliga stórur prísmunur, sigur Gunnbjørn Joensen. Sáttmálarnir, sum gjørdir eru har suðuri eru galdandi eitt og tvey ár í senn. Tvey ár í Namibia og eitt ár í Suðurafrika. Við Túgvusteini eru vanliga 13 14 mans. Av hesum eru tríggir fýra føroyingar, meðan restin er haðani, skipið fiskar. Gunnbjørn Joensen sigur, at suðurafrikanarar eru í ferð við at avmarka stóru, japansku tunfiskaveiðuna har suðuri. Grundin er, sigur hann, at suðurafrikanarar meta seg fáa ov lítið at vita frá japanarum um tað, teir havast at. Men hann metir, at tað fer at verða torført at sleppa uttan um japanarar, tá ein skal fiska tunfisk. Tí teir sita sum sagt mestsum á marknaðinum, tá tosað verður um frystan tunfisk. Tað er eingin bingja í heiminum, sigur Gunnbjørn Joensen, sum frystir niður á 60°, so har noyðast móðurskip til at flyta fiskin av fiskileið á marknað. Og tey skipini eiga japanarar. Gunnbjørn Joensen metir, at tað kann fara at bera til at veiða tunfisk undir Føroyum. Og hann heldur eisini, at teir, við teimum royndum, teir hava fingið við Túgvusteini, eru rímuliga væl fyri at fara undir slíkan fiskiskap. Útreiðslunum er hann ikki so ógvuliga bangin fyri, tí teir hava mestu útgerðina longu frammanundan, so tær stóru íløgurnar, væntar hann ikki, verða neyðugar. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Trygdarskeið fyri sjófólk í Klaksvík Ein treyt fyri at sleppa til skips er, at ungfólk hava verið á trygdarskeið. Seinni skulu eisini vandir sjómenn undir slíka útbúgving, sigur Pole Mikkelsen, leiðari á Sjómansskúlanum í Klaksvík Fyribils eru trygdarskeiðini á Sjómansskúlanum í Klaksvík. Í farnu viku vóru teir 14 í tali, sum vóru á trygdarskeið í eina viku. Á skeiðnum læra luttakararnir ástøði og gera ymiskar venjingar, sum líkjast teimum um viðurskiftum, ið teir kunnu koma fyri, um óhapp henda á sjónum. Eitt nú verða luttakarnir sjóðraðir av skipi, teir fara í svimjihøllina at læra at venda einum gummibáti, verða tiknir upp úr sjónum í krana, sum skal ímynda bjarging við tyrlu á havinum. Ein dagur er ásettur til eldsløkkingarvenjingar. Hetta fer fram á Brandskúlanum við Áir. Tey ungu mugu sjálvi gjalda Hóast tað er eitt lógarkrav, at ungfólk skulu hava verið á trygdarskeið, áðrenn tey fara til skips, so skal skeiðluttakarin sjálvur gjalda útreiðslurnar. Skeiðið kostar 2400 krónur, umframt kost og uppihald. Óli Olsen, lærari á Sjómansskúlanum í Klaksvík sigur, at í ávísum førum gjalda reiðaríini fyri skeiðið hjá manningum, men at nógvir luttakarar gjalda sjálvir. Á skúlanum fáa luttakararnir kaffi við onkrum afturvið fyri fimm krónur, og døgurða fyri 25 krónur. Tað var 1. oktober í ár, at tað gjørdist eitt lógarkrav, at ungfólk ikki sleppa til skips, um tey ikki hava verið á trygdarskeið. Áðrenn 1. oktober næsta ár, skulu sjófólk, sum hava verið eitt ár til skips, á trygdarskeið o.s.fr.. So hvørt sum frálíður, skulu øll hava verið á trygdarskeið, fyri at sleppa til skips. Altjóða krav Hetta er krav sambært altjóða sáttmálanum STCW-F fyri fiskiskip, men kravið er eisini til sjófólk, sum sigla við farmaskipum o.s.fr.. Í ár 2000 skulu allar manningar hava verið á trygdarskeið, sigur Pole Mikkelsen. Í Klaksvík hava teir skipað fyri trygdarskeiðum síðani 1990. Trygdarskeiðið er galdandi í fimm ár, men tá skulu sjófólkini aftur á skeið í tveir dagar, fyri at fáa páppírini endurnýggjað. Roknað verður við, at eini 2.500 føroyingar arbeiða á sjónum. Fyri at nøkta tørvin til trygdarskeið, krevur tað, at eitt skeið verður hildið hvørja viku frameftir. Umframt at skipa fyri trygdarskeið, tekur Sjómansskúlin í Klaksvík ímóti næmingum, sum læra til skiparar og kokkar. Eisini er ein fiskivinnuflokkur á skúlanum. Næmingarnir læra tað mest grundleggjandi, áðrenn teir fara burtur, eitt nú navigatión, skipsteknikk, sjóreglur og rokning, umframt um trygdina á sjónum. Skiparar kunnu taka prógv, sum gevur teimum rætt til at føra skipa upp til 300 tons út á 30 fjóðringar. Lítil áhugi fyri sjólívinum Pole Mikkelsen heldur kortini, at alt ov fáir ungdómar eru áhugaðir í at fara til skips. Teir læra í skúlanum, at HF-skeið ella stundentaskúlin og handilsskúlin eru neyðugir skúlar hjá øllum ungfólki at royna. Eingin fer til skips longur. Teir, sum hava áhuga fyri sjóvinnuni, teljast á einari hond, sigur Pole Mikkelsen. Tað er heldur ikki so ynskisvert, tí skipini eru gomul, eins og vinningurin ikki er so stórur, sum vit ofta hoyra um. Tað er kortini ein bólkur, sum kundi hugsað sær at farið á trygdarskeið. Tað eru tey arbeiðsleysu, sum kortini einki hava at taka sær til. Um arbeiðsleys kundu farið á trygdarskeið, høvdu tey ein møguleika at farið til skips, men møguleikar eru ikki at fáa stuðul. Vit hava kannað møguleikarnar og tosað við Almannastovuna um hetta, men vit hava einki frætt aftur, sigur Pole Mikkelsen. Prioritera ítriv fram um trygdina Hann heldur tað vera løgið, at so umráðandi frálæra ikki kann veitast fyri ein lagaligari pening, serliga tá hugsað verður um at fólk hava møguleikar at ganga á kvøldskúla og fáa undirvísing í onkrum ítrivi ein heilan vetur, fyri bert 300 krónur. Tað er ógvuliga løgin prioritering, sigur Pole Mikkelsen. Sjómansskúlin í Klaksvík hevur ikki skrásett trygdarskeiðini fyri næsta ár. Fyribils verða tvey skeið aftrat í ár. Á Sjómansskúlanum í Havn eru eisini trygdarskeið, men tey eru bert fyri næmingunum, sum ganga á skúlanum. Tó hava verið onnur trygdarskeið, eitt nú fyri manningunum á skipunum hjá Strandferðsluni. Maersk Air nýggj flogfør MAERSK AIR hevur fingið enn eitt nýtt flogfar av slagnum Boeing 737-500 SP. Aftaná heimflúgvingina til Danmarkar er flogfarið farið at flúgva á uttanríkisleiðunum. Tey halda á við at betra um flogførini. Dentur verður lagdur á at minka um larm, nýstlu av brenniorku og viðlíkahaldsútreislur. Við endan av desember í ár fær MAERSK AIR tað fyrsta flogfarið av einum nýggjum slagi hjá Boeing. Tað er slagið Boeing 737-700. MAERSK AIR er tað fyrsta flogfelagið í Evropa sum roynir hetta flogfarið. Eyðun Klakkstein Rani Nolsøe skal menna Klaksvíkar Havn Nýggi stjórin skal selja og menna Klaksvíkar Havn Mánadagin var fyrsti starvsdagur hjá Rana Nolsøe í nýggja starvinum sum sølu- og menningarstjóri hjá Klaksvíkar Havn. Í síðsta mánaði varð Rani settur í hetta starv, og nú skiftir klaksvíkingurin Norðurlandahúsið í Havn út við Havnarskrivstovuna í Klaksvík. Nýggja starvið er ein liður í at menna havnina í Klaksvík sum søluvøru og harvið skaffa havnini fleri inntøkur. Hetta er ein stór og spennandi avbjóðing, og eg eri sannførdur um, at vit kunnu fáa nakað munagott burtur úr, sigur Rani Nolsøe. Vit ætla okkum at gera havnina meiri sjónliga og at gera átak á ymsum økjum. Valdu ímillum at bíða og at bjóða seg fram Starvið hjá Rana Nolsøe er nýtt, og í Klaksvík vóna tey, at tað fer at kasta nakað av sær til býin. Klaksvíkar Havn er ein forrætning, sum skal geva avkast av teimum íløgunum, sum vit hava gjørt í hana. Og vit halda, at inntøkurnar seinastu mongu árini eru vaksnar ov lítið, og tí hava vit nú sett ein handils- og menningarstjóra, sum skal menna og selja havnina, sigur Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík. Vit kundu velja ímillum at sita og bíða eftir meira virksemi ella at taka kappingina upp við aðrar havnir í Norðuratlantshavið. Vit valdu tað seinna, og ætla nú út at bjóða okkum fram. Men hvat kann Klaksvík bjóða Vit kunnu bjóða atløgupláss og allar tær tænastur, sum skipini hava fyri neyðini. Øll skulu hava góða tænstu Nýggi stjórin í Klaksvíkar Havn hevur til uppgávu at stýra virkseminum og at samskipa tænastur. Hann skal hava samband við vinnulívið á staðnum, við skipini og onnur. Og hann skal tryggja, at øll, sum brúka havnina í Klaksvík, fáa eina góða tænastu. Tá hugsað verður um at fáa meiri virksemi er tað millum annað í sambandi við ferðamannaskip og eina møguliga komandi frálandavinnu. Tíðin var nú komin til at gera okkurt fyri at fáa meiri virksemi í Klaksvíkar Havn, og vit vóna at vit, við at seta ein handils- og menningarstjóra, kunnu gera havnina í Klaksvík meiri sjónliga, og at tað vil føra við sær størri virksemi, sigur Jógvan við keldu, býráðsformaður í Klaksvík. Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út tríggjar bøkur Tvær tær fyrstu eru Kom og skriva 2, næmingabók og lærarabók, eftir Birgit Arge og Lydiu Didriksen. Myndirnar hevur Edward Fuglø teknað. Hesar bøkur eru framhald av Kom og skriva 1, ið kom út í fjør, og bæði Kom og skriva 1 og Kom og skriva 2 eru ætlaðar undirvísingini í skrivligum føroyskum í miðdeild Fólkaskúlans. Bøkurnar byggja á ávegisskriving, har skrivað verður við hugflogi og opnum sinni. Endamálið við ávegisskriving er við miðvísari venjing og leiðbeining at menna skrivigleðina og skriviførleikan hjá næming-unum. Í lærarabókini eru nógv hugskot, sum lærarar kunnu nýta, um teir vilja. Eisini eru uppskot til hvørja opnu sær. Reproarbeiðið er gjørt á Repro-Z, umbrotingin á Hestprent, og bókin er prentað hjá Einars Prent. Kom og skriva 2, næmingabókin, er 72 blaðsíður og kostar 64,- kr. Lærarabókin er 58 blaðsíður og kostar 74,- kr. Triðja bókin er Stuttlig tøl eftir Åse Bømler Olsen. Bókin er eykatilfar til støddfrøði í byrjanarundirvísingini. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini um tøl upp í 20 og um at leggja saman. Flestu uppgávurnar eru myndir at lita, men fyri at fáa røttu myndina fram, mugu børnini leggja saman. Myndirnar eru sovorðnar, sum børnini kenna aftur úr sínum gerandisdegi. Satsur og umbróting eru gjørd á Hestprent, og bókin er prentað á Estra. Stuttlig tøl er 25 blaðsíður og kostar 20,- kr. Nakrir dagar á ST høvuðs- borgini í New York Tá eyguni fullu á tað íslendska flaggið, kundi eg ikki lata vera við annað enn at steðga á og tann mær til hugs orð skaldsins: har sum merkini veittra, veittri eisini mítt, tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt og gjørdist spurningurin mær viðkomandi: nær man dagur upprenna ella man dagur upprenna, tá Merkið veittrar á hesum stað skrivar Tordur Niclasen, tingmaður úr USA Heimurin er vorðin alt minni og minni. Hugsa sær til, at vit sum føroyingar staddir í New York 30. oktober kl. 13.00 tá er klokkan 19 í Føroyum fara inn á Internetið og eftir lítið bil kunnu lesa hvat Sosialurin ella Dimman hava at siga dagin eftir, skr Tú nærkast ST-bygninginum frá eystaru síðu og við norðaru inngongd, rennur tú teg í standmyndina frá 1958, ið gjørd er at listamanninum, russaranum Evgeny Vutjetij. Standmyndin er av manni, sum við hamara í hond roynir at evna eitt plógjarn úr svørði. Inspiratiónin ella tankarnir til standmyndina eru at finna hjá Esajas profeti, har sagt verður: Og Hann skal døma millum tjóðirnar, skifta rætt millum mong fólkasløg, svørð síni skulu teir smíða um til plógjørn og spjót síni til víngarðsknívar. Fólk skal ikki longur lyfta svørð móti fólki, og teir skulu ikki longur læra seg hernað Es.2.4. Fólkasløgini eru mong, ið møtast til fundar á ST høvuðsborgini í New York Síðan ST í 1945 varð stovnað, hevur endamálið verið at fremja heimsfriðin, sjálvavgerðarrætt tjóðanna og virka fyri búskaparligari og sosialari menning víða hvar. At byrja við var talið av limalondum 51. Nú gott fimti ár seinri eru ikki færri enn 185 lond umboðaði í ST. Stórsligin sjón at síggja henda vakra heystardagin øll hesi fløgg sum í húnarhátt veittraðu og boðaðu frá at júst teirra land var umboðað. Tá eyguni fullu á tað íslendska flaggið, kundi eg ikki lata vera við annað enn at steðga á og rann mær til hugs orð skaldsins: har sum merkini veittra, veittri eisini mítt, tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt og gjørdist spurningurin mær viðkomandi: Nær man dagur upprenna ella man dagur upprenna, tá Merkið veittrar á hesum stað Hóast ST-bygnaðurin hevur heimstað í New York, so er ikki talan um amerikanskt øki sum so. Her er talan um altjóða øki. Tað var sum óivað teim flestu kunnugt ríkmaðurin John D. Rockefeller, sum á sinni gav uml. 60 mill. kr. til keyps av hesum øki við East River á Manhattan. Økið bæði uttan og innan er merkt av nógvum listaverki, sum tey ymisku londini hava latið. ST í fíggjarligum brotasjógvi Tað sum eina mest hevur merkt orðaskifti á aðalfundinum og arbeiði annars í teim ymisku nevndunum er spurningurin uppskotið um nýggjan ST-bygnað ein nýggjan ST-reform. Meðan starvsfelagar mínir heima í Føroyum í hesum døgum stríðast í fíggjarnevndini, við uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 1998, og helst við sveitta á pannu royna at halda tørn, soleiðis at avlopið hjá Anfinni Kallsberg uppá tær 18 milliónirnar ikki gerst eitt undirskot tá avtornar, ja so stríðast menn ikki minni heryviri at fáa tað fíggjarliga at hanga saman viðvíkjandi rakstrinum av ST. Sannleikin er, at ST er í stórum fíggjarligum trupulleikum og kemst hetta av, at mong limalond ikki hava goldið sín part av rakstrinum. Skuldin er heilar 15 milliard kr. Og størsti skuldnarin, so løgið tað kanska ljóðar er USA, sum skyldar ikki minni enn 8 milliard kr. Aðrir stórir skuldarar, sum í hesum sambandi verða nevndir eru Ukraine, Rusland og Brasilien. Her skal fyri rættleikans skuld nevnast, at bert 7 limalond eru ajour við sínum gjaldi til ST og Telist Danmark millum hesi. Gjaldið frá Danmark til tann vanliga raksturin fyri 1997 liggur um 50 mill. kr. Tann vanligi árligi raksturin hjá ST liggur um 8 milliard kr. Afturat hesum kemur so raksturin til friðarvarðveitandi endamál kring knøttin, sum fyri tíðarskeiðið 1. juli 97-30. juni 98 er ætlaður at vera góðar 7 milliard kr. Her kann so skoytast uppí, at útreiðslurnar til friðarvarðveitandi endamál fyri 1994, vóru heilar 3 ferðir størri, t.v.s. góðar 21 milliardir. Hetta komst serliga av støðuni í Jugoslavien og í Somalia. ST hevur friðarvarðveitandi eindir í ikki færri enn 15 londum. Úr einum kassa í annan Fyri at koma aftur til fíggjarstøðu ST's, so var kassin til vanliga raksturin tómur longu í september mánað. Men sum onkur málbar seg henda dagin, at var ikki annar kassi at tikið úr, ja, so var enntá streymurin í ST bygninginum slitin. Kassin, sum her var sipað ti, er kassin ætlaður til friðarvarðveitandi endamál. Eg veit ikki um hetta hevði gingið gjøgnum nálareyga hjá føroyska landsgrannskoðaranum. Skuldin hjá USA skyldast ikki manglandi førleika at gjalda, men heldur hevur hetta verið nýttur, sum ein støðugur háttur at mótmæla sjálvum bygnaðinum. Hetta kom kanska einamest til sjóndar, tá USA serliga legði seg tvøran og fyribyrgdi, at Butros Butros Gali varð afturvaldur til aðalskrivara. Hann var m.a. ikki mettur skikkaður at gera broytingar í bygnaðinum, soleiðis, sum USA serliga ynskti. Skrivstovuveldi minkast Nýggi aðalskrivarin, Kofi Annan, ið er skúlaður í USA hevur sum kunnugt gjørt uppskot til nýggjan bygnað. Eygleiðarar vilja vera við, at uppskot hansara í stóran mun er snikkað eftir USA'sa leisti. Tað sum USA hevur lagt serligan dent á, er at endamálið við bygnaðarbroytingunum skal verða at: 1 skrivstovuveldið byrokratiið í ST verður skert og effektiviserað 2 arbeiði hjá ST í nógv størri mun skal snúgva seg um frið/trygd, neyðhjálp og mannarættindi. ES londini, Noreg, Ísland, Canada, Eystureuropeisku og SNG londini hava klárliga givið til kenna, at endamálið við broytingunum, ikki skuldu vera sparingar í sjálvum sær, men, ein effektivisering av ST-virkseminum sum heild, soleiðis, at tað sum sparast kundi í sjálvari fyrisitingini, átti at verið nýtt til menningarendamál. Vinnur uppskotið um ST-reformin frama, so hevur tað m.a. við sær, at um 1300 størv verða niðurløgd tey næstu 2 árini. Livst so spyrst. Vitjanin hjá kinesiska leiðaranum Í hesum døgum hevur USA havt vitjan av kinesiska leiðaranum Jiang Semin, sum fríggjadagin vitjaði Harvard universiteti í Cambridge Boston. Her vóru stór mótmæli frá útløgdum tibanesarum, taiwanesarum og kinverjum. Eisini luttóku amerikanarar í mótmælisgongum. Serliga var dentur lagdur á mannarættarviðurskiftini í Kina. Eftir vitjanina, var leiðarin fyri lærda háskúlan at síggja á skerminum, har hesin m.a. tók nakað soleiðis til: Tá slíkur leiðari vitjar tað mest demokratiska landið í heiminum, eigur hann sjálvandi at fáa at vita, hvat fólkið her hugsar og meinar um viðurskiftini í tí mest ódemokratiska partinum í heiminum... Au pair gentan úr Onglandi Sum vera man hava fjølmiðlarnir gjørt nakað burturúr vitjanini hjá Semin, men einki samanlíknað við hina 19 ára gomlu aupair gentuna, Louisu Woodwards úr Onglandi. Hon kom úr Onglandi at arbeiða sum au pair hjá hjúnunum Eappen, í býnum Newton nakað norðanfyri Boston, stutt frá Framingham, har vit hava vitjað um vikuskifti. Skuldi m.a. taka sær av tveimum smádreingjum. 6. februar í ár var hon handtikin og skuldsett fyri harðskap móti tí yngra beiggjanum, sum tveir dagar frammanundan var innlagdur á sjúkrahús og sum 9. februar doyði bert 8 mðr. gamal, orsakað heilaskaða intercraniellum bløðingum. Hon hevur allatíð noktað seg sekan, men 30. oktober varð hon av nevningatingi 9 kvinnum og 3 monnum funnin sek. Dagin eftir fall dómurin: fongsul fyri lívstíð. Men longu dagin eftir, at hon kom inn at sita í kvinnufongslinum í Framingham, hevur ivi tikið seg upp hvat próvgrundarlagnum viðvíkur. Róð hevur somuleiðis verið upundir, at tað møguliga eru foreldrini sjálv, ið vóru orsøkin til skaðan, ið førdi til deyðan hjá hesum lítla dreingi Matthes. Týsdagin skal so dómarin, hvat skilst, taka støðu til hvørt dómurin skal ógildast, linkast ella standa við. Sum sagt, hetta er tað sum sermerkti fjølmiðlarnar og forsíðurnar á teim mongu amerikansku dagbløðunum. Marathon renning Ein stórhending her í New York er tann árliga Marathon renningin, sum verður hildin sunnudagin seinast í oktober ella fyrst í november mánað. Byrjað verður á Staten Island og runnið verður einar 45 km. gjøgnum býarpartanar Brooklyn, Queens, Bronx Manhattan, har komið verður á mál við Central Park. Eini 30.000 fólk luttaka í sjálvari renningini og er okkum fortalt, at áskoðaraskarin á staðnum er um 2 milliónir fólk. At nógv verður gjørt burturúr kann sigast, tá hugsað verður um leiklutin hjá útvarps- og sjónvarpsstøðunum. Ikki færri enn 7 helikoptarar verða nýttir, tíggju stórir sjónvarpsbilar, 30 upptøkutól og fleiri hundrað kamera- og tíðindafólk. Lesið Sosialin í New York og Boston Heimurin er vorðin alt minni og minni. Hugsa sær til, at vit sum føroyingar staddir í New York 30. oktober kl. 13.00 tá er klokkan 19 í Føroyum fara inn á Internetið og eftir lítið bil kunnu lesa hvat Sosialurin ella Dimman hava at siga dagin eftir. Hugaligt soleiðis ikki bert at lesa, men síggja myndirnar í slíkum kvaliteti, at blaðið fyri tað kundi ligið beint frammanfyri tær. Nú tosað verður um møguleikar á Internetinum kann loksins nevnast, at vit á vitjan okkara á The Computer Museum í Boston, leitaðu eftir ávísari adressu í Føroyum uttan úrslit. Fingu so hjálp frá serkønum ið starvaðist har. Eftir løtu komu vit so inn á navnið faroe island. Slerdu upp, men ikki var lestnaðurin hugaligur heldur ikki hjá honum, ið hjálpti okkum. Myndin, ið kom á skermin var blóðreyð og avmyndaði grindadráp í Føroyum. Yvirskriftin var The Faroe Island the blood islands Føroyar blóðoyggjarnar. Ja, soleiðis kann internetið eisini brúkast ella rættari sagt misbrúkast. Magn er seldur til Noregs Gamla tangaskipið hjá Shell, Magn, sum hevur siglt meira enn túsund túrar millum Føroyar og Noreg, er selt til eitt felag í Tromsø Ein av gomlu kenningunum í føroyskum havnum fór á miðdegi allahalgannadag av Havnini undir fremmandum flaggi. Talan er um Magn hjá oljufelagnum Shell, sum síðan 1981 hevur flutt olju og bensin til Føroya. Hjarnar Djurhuus, stjóri á Føroya Shell, sigur, at skipið er selt til eitt felag í Tromsø fyri góðar tríggjar milliónir krónur. Tá Shell keypti Magn, sum tá æt Helle Wonsild, frá Wonsild & Søn í 1981, kostaði tað knappar seks milliónir. Føroya Shell hevur keypt annað skip at sigla við olju til Føroya. Hetta skipið hevur eisini fingið navnið Magn. Gamli Magn, sum varð smíðaður í 1968, lastaði 1.400 kubikk, meðan tann nýggi er helvtina størri. Hann lastar 2.100 kubikk. Hjarnar Djurhuus sigur, at hetta er ríkiligur kapasitetur at nøkta tørvin við. Tí hevur Føroya Shell gjørt avtalu við Shell í Svøríki um leigu av skipinum, sum so av og á flytur olju fram við svensku strondini. Hjarnar Djurhuus sigur, at tað kenst eitt sindur løgið at siga farvæl til eitt skip, sum so trúliga hevur røkt oljuflutningin hjá felagnum. Hjarnar Djurhuus sigur, at bæði skip og manning hava røkt uppgávuna fyrimyndarliga. Hesi sekstan árini, Magn hevur siglt fyri Shell, hevur skipið verið í dokk umleið eina viku um árið, og annars bara siglt. Hesi árini, Magn hevur siglt, hava teir gjørt væl yvir 1.000 túrar millum Tananger í Vesturnoreg og Føroyar. Tá skipið var í Tananger á túri nummar 1.000 var hátíðarhald, har skip og manning fingu nógv rós frá norðmonnum. Skip og manning hava rættiliga gott umdømi har yviri, sigur Hjarnar Djurhuus. Bæði millum loðsar og havnarmyndugleikar. Nú Magn fór avstað, vóru norskur skipari og fyrsti stýrimaður komnir eftir skipinum. Restin av manningi, seks mans, vóru føroyingar, sum fóru við skipinum yvir til Noregs. Jóannes Hansen Norðurlond fara at tosa um graslíki á stevnu í Havn Fótbóltur: FSF hevur bjóðað politikarunum at vera hjástaddir, tá ætlanin um Tórsvøll verður løgd fram og umrødd Í komandi viku skipar FSF fyri fótbóltsfundi í Havnini. Fundurin verður á Hotel Føroyum, og hann verður hildin í sambandi við, at Fótbóltssambandið í ár stendur fyri tørni at vera vertur fyri tí, sum á norðurlendska fótbóltsmálinum verður rópt norðurlendska anleggskonferansan. Sambært luttakaralistan koma fjúrtan umboð fyri fótbóltssambondini í Danmark, Íslandi, Noregi, Svøríki og Finnlandi, og umframt hesi ætlast nevndin fyri FSF at taka lut á stevnuni. Luttakararnir koma til Føroya hósdagin seinnapartin. Stevnan verður sett av Torleifi Sigurðsson, formanni í FSF, tíðliga fríggjamorgunin, og fremmandu luttakararnir fara avstað aftur fyrrapartin sunnudagin. Tórsvøllur verður á skránni Beinanvegin fríggjamorgunin hevur FSF sett Tórsvøll á skránna. Teir hava heitt á Heðin Mortensen, stigtakara til landsstadion í Gundadali, um at leggja projektið fram fyri fundin, og tað hevur hann játtað at gera saman við grannskoðaravirkinum INPACT, sum er fíggjarligur ráðgevi, og saman við arkitektunum Albert Isfeldt, Gudmundi Hansen, Árna Winther og Suna Dalsgaard, sum hava gjørt uppskotið um, hvussu stadion skal síggja út. Í sambandi við hesa framløguna og orðaskiftið í tí sambandinum hevur FSF eisini boðið politikarunum at vera hjástaddir. Bræv er farið til Føroya Landsstýri, sum verður bjóðað at senda umboð á Hotel Føroyar annan fríggjamorgun, og fíggjarnevndin er eisini bjóðað at vera við. Úr FSF verður sagt, at teir halda tað vera rímuligt, at politikarnir, sum í løtuni viðgera, um teir skulu játta pening til Tórsvøll ætlanini, fáa møguleikan at vera við, tá greitt verður frá ætlanini, og hon verður umrødd av fótbóltsfólki. Roknað verður við, at Tórsvøllur verður viðgjørdur frá klokkan níggju fríggjamorgunin og til klokkan hálvgum eitt. Síðsti parturin verður ein túrur oman í Gundadal at hyggja at umstøðunum, har ætlanin er at gera vøllin. Úr FSF verður sagt, at teir taka Tórsvøll fyri beinanvegin, tí tað ber møguleikar við sær fyri samrøðum ímillum luttakararnar um henda spurningin alla tíðina, meðan teir eru saman. Í FSF vóna teir, at sjónarmiðini hjá nógvum fótbóltsfólki, sum eru von við at fáast við íløgur í fótbóltsvøllir og høllir, fara at vera góður íblástur í kjakið um ætlanina í Gundadali. Tað nýggjasta innan graslíki Burtursæð frá umrøðuni av Tórsvølli fer tað mesta av fundinum at snúgva seg um graslíki og ta menning, sum tey seinnu árini hevur verið á tí økinum. Norðmenn fylgja sera væl við og eru frammarlaga, tá tað ræður um graslíki, og leygardagin seinnapartin kl. 15 fer Per Ulseth, sum er anleggsstjóri í norska fótbóltssambandinum at geva eina frágreiðing um graslíki. Í sambandi við hetta innleggið eru umboð fyri fótbóltsfeløgini og umboð fyri tær kommunurnar, har graslíkisvallir eru, boðin at vera við. Tá Ulseth verður liðugur, verður skipað fyri orðaskifti um spurningin. Umframt at greiða frá, hvussu menningin hevur verið, so verður eisini m.a. nortið við, hvussu graslíkisvallir við sandi og uttan sand skulu røkjast. Aðrar framløgur Svenskarar fara at siga frá um, hvørji krøv UEFA setur til vallir, har dystir á høgum støði verða avgreiddir. Teir fara at greiða frá um at ansa eftir vøllum við sjónvarpsupptøkutólum, frá teirra royndum við innandura fótbóltsvøllum og frá ymiskum graslíkisundirløgum, sum gera, at tað ber til at spæla fótbólt longri á árinum og at brúka vallirnar nógv meiri. Íslendingar fara at tosa um tað, teir kalla fótbóltshús og at lýsa norðurlendska samstarvið viðvíkjandi standardisering av vanligum grasi. Danir fara at greiða frá eini trygdarhondbók fyri donsk ítróttarøki, og hvussu teir í Danmark royna at betra um umstøðurnar fyri vetrarvenjing. Teir fara eisini at siga frá nýggjastu royndunum við graslíki í Danmark og frá hollendsku GrassMaster skipanini. Erlendur spælir yrkishondbólt í Spania Hondbóltur: 29-ára gamli Erlendur Johannesen, sum áður hevur vart málið hjá Kyndli, spælir nú yrkishondbólt í spanska 1. deildarfelagnum CD Bidasoar Fyrr í ár flutti Erlendur Johannessen, sum er úr Havn, til Spania at búgva. Hann livir saman við kendu donsku hondbóltskvinnuni Janne Kolding, og tá hon gjørdi sáttmála við Corta Blanco í San Sebastian í Spania, fór Erlendur við henni. Eg ætlaði mær bara at fara til Spania at læra meg málið, og so spæla eitt sindur av hondbólti, greiður Erlendur Johannessen frá. Men tað sum skuldi verða ein friðarlig tíð í Spania, gjørdist til yrkishondbólt og beinharða venjing tvær ferðir um dagin. Eg fekk møguleikan at royna meg í CD Bidasoar, sum spælir í sponsku 1. deildini, og tað endaði við at teir bjóðaðu mær ein sáttmála. Tað kundi eg ikki siga nei til, tí tað er nakað, sum tú vanliga bara droymir um. So eg tók av, og nú spæli eg hondbólt uppá fulla tíð. Venjing tvær ferðir um dagin Erlendur býr í San Sebastian, sum liggur í norður Spania, og hann ferðast 20 kilometrar frá bústaði til venjing í CD Bidasoar. Vit venja tvær ferðir um dagin og spæla dyst tvær ferðir um vikuna, so tað eru ikki stundir til nógv annað enn hondbólt. Vit hava fyrru venjingina kl. 11 um morgunin, men tá hava eg og danski landsliðsspælarin Mads Storgård, sum eisini spælir í felagnum, longu fingið undirvísing í sponskum. Vit byrja við tí klokkan hálvgum tíggju hvønn morgun. Fyrra venjingin er liðug klokkan eitt seinnapartin, og tá hava spælararnir so frí til klokkan hálvgum átta, tá teir aftur skulu til venjingar. Tann seinna venjingin er til klokkan tíggju, tá spælararnir so aftur fáa frí. Janne hevur eisini frí frá venjing seinnapartar, so tá kunnu brúka nakað av tíð saman. Kann ikki samanlíknast við annað Erlendur Johannessen hevur búð í Danmark í nógv ár, har hann hevur fingið útbúgving sum sivilverkfrøðingur. Hann hevur spælt hondbólt í Kyndli, og meðan hann hevur verið í Danmark og lisið, hevur hann eisini allatíðina spælt hondbólt. Eitt skifti fyrst í 90'unum vóru Erlendur og Janne Kolding í Føroyum í eitt ár, og tá spældu tey bæði við Kyndli. Tá tey fluttu aftur til Danmarkar fekk Janne síttt veruliga gjøgnumbrot sum hondbóltsspælari. Nú búleikast føroyski málverjin í sponskum hondbólti, og har trívist hann óføra væl. Hetta er ómetaliga spennandi og kann als ikki samanlíknast við nakað, sum eg áður havi gjørt. Spanska hondbóltskappingin telist millum tær sterkastu í Europa, og støðið er sera høgt. Feløgini hava nógv fólk í arbeiði, og eru sera væl skipað uppá allar mátar. Sleppur at spæla CD Bidasoar hevur 16 spælarar á lønarlistanum. Málverjarnir eru tríggir og Erlendur er ein teirra. Hinir báðir málverjarnir sleppa at spæla meiri enn eg, men eg havi spælt við í Europa-Cup dysti og spældi nógvar av venjingardystunum. Síðani landskappingin byrjaði fyri einum mánaði síðani, hevur Erlendur ikki staðið í málinum undir dysti, men hann ivast ikki í, at hann eisini sleppur fram at. Og uttan fyri vøllin hevur Erlendur tað eisini gott. Hann trívist væl í tí norðurspanska, og hann heldur nógv saman við dønunum har á leiðini. Saman við Janne Kolding spælir eisini Annete Hoffmann í Corto Blanca, og tey síggjast nógv, og so er tað eisini Mads Storgård, sum Erlendur spælir saman við. Jú, sanniliga ein spennandi verð hjá Erlandi at ferðast í. Sáttmálin millum Erland og CD Bidasoar gongur út næsta august, men Erlendur hevur ikki avgjørt, hvat so skal henda. Todi spælir ikki aftur í ár Fótbóltur: Avgerðin er tikin. Todi fer ikki í FCK-búnan, tað sum eftir er av árinum Mánadagin var greitt, at Todi Jónsson fer ikki at spæla við móti Real Betis í morgin, og at hann heldur ikki verður við í donsku landskappingini tað, sum er eftir av hesum árinum. Ætlanin var annars, at Todi skuldi spæla við ein hálvan tíma móti spanska liðnum í morgin, og hann hevur so spakuliga tikið lut í venjingini hjá FCK. Við hvørt hevur tað tókst, sum um skaðin næstan hevur verið burtur, men til aðrar tíðir hevur skaðin gjørt tað so at siga ómøguligt hjá Toda at spæla Todi sigur fyri Ítróttarsosialinum, at tað var í samráði við venjaran, Kent Karlsson, at hann mánadagin tók avgerðina um, at fótbóltsárið hjá honum var liðugt. Eg vandi fríggjadagin og leygardagin, og tá tað ikki gekk væl, dugdi eg ikki at síggja nakra meining í at spæla í Europa-Cup hósdagin, tá ið eg ikki havi fingið vant í ein heilan mánað, sigur hann Fram til jólafrítíðina skal Toda ganga til viðgerð á Skodsborg, har hann venur tveir tímar um dagin. Í annaðkvøld fer hann í Parkina at hyggja eftir liðfeløgunum, sum skulu royna at vinna samanlagt ímóti Real Betis, eftir at teir taptu 2-0 niðri í Spania. Tað verður torført hjá FCK. Um vit høvdu havt skorað eitt mál á útivølli, so hevði tað verið hopin lættari. Fyrsta treyt, fyri at koma víðari, er, at spaniumenn ikki sleppa at skjóta mál. Sleppa teir tað, so skulu liðfelagarnir skora fýra mál, og út frá tí, sum eg sá niðri í Spania, trúgvi eg ikki uppá tað. Men sjálvandi vóni eg, at FCK vinnur samanlagt og harvið sleppur víðari í kappingini, sigur Todi Jónsson. Framtíðini Næsta umfar í Europa-Cup kappingini fyri steypavinnarar verður 6. mars. tá vónar Todi, at hann verður klárur at spæla. Eg havi fingið at vita frá læknunum, at eg skal rokna við, at tað fer at taka tveir mánaðir at fáa lærkrikan í rættlag aftur. Eftir nýggjár vit venjingina 4. januar, og tað er um tveir mánaðir, sigur hann Todi ætlar sær heim til Føroya í jólafrí, men hann fer av landinum aftur um nýggjársleitið. Sunnudagin sá Todi liðfelagarnar hjá sær tapa 2-0 ímóti botnliðnum OB. At tað ikki bara er hjá Toda, at tað gongur upp og niður í fótbólti var sjón fyri søgn í Parkini sunnudagin. Tað hevur gingið meiri enn illa hjá OB, og tað hevur gingið meiri enn illa hjá Erik Bo Andersen, sum hetta síðsta árið hevur spælt í Glasgow Rangers. Nú hava hesi so at siga óeydnisfulgar funnið saman, og so gekk uppá stás. Erik Bo Andersen skoraði og OB vann. Sjálvandi var tað harmiligt, at vit taptu á heimavølli móti OB, men eg vil fegin undirstrika, at OB er ikki nakað vánaligt lið. Teir hava bara verið inni í einari óndari ringrás. Fyri FCK var tað heppið, at Silkeborg eisini tapti sunnudagin, men Keypmannahavnararnir mugu finna seg í, at erkafíggindarnir longri vesturi í høvuðsstaðnum, Brøndby, hava tikið av, nú oddaliðini higartil hava havt lítla úrtøku hesar seinastu vikurnar. Brøndby vann ímóti AB, og nú eru teir á odda. Og tað líkar ikki teimum í FCK. Bankakanning Skulu føroyingar gera nakað við bankakanning og Den Danske Bank, so má ikki bíðast nógv afturat. Í mars 98 fellur sakin burtur, tá er onki at gera meira. Hví ikki seta sakførara o.l. ella krevja dómarakanning, um tað so kostar 10-15 milliónir, vit hava jú einki at missa. Men sera luskut er við Den Danske Bank. Hví ikki fáa reinar reglur Tað er nú ella ongantíð At bíða máttu fólk fólk vita ikki førir til nakað. Sólrun Áheitan Til allar løgtingslimir og landsstýrismannin í fiskivinnumálum Tá ið nú løgtingið hevur játtað pening til felag í Sandoy til at fáa tvey flakavirkir upp aftur í oynni, spyrja vit her í sunnara parti av Suðuroy: hvat við flakavirkinum í Vági, sum hevur verið stongt í fleiri ár, og tað stóra arbeiðsloysi, sum her er. Hvat við okkum, er vit ikki til á landkortinum Og nú hoyrist, at tað er við at finnast ein loysn á flakavirkinum í Miðvági, eisini við almennum peningi. Vit unna bæði sandoyingum og vágafólki arbeiði, men vit vita eisini, hvat tað er at vera arbeiðsleysur. Tí spyrja vit: eru vit ikki eisini borgarar í hesum landi Her í Vági stendur eitt flakavirki, sum er í góðum standi, og sum í sínari tíð varð koyrt í mølposan. Føroya Fiskavirking saman við Framtaksgrunninum tók hetta virkið burturúr, tí tað skuldi vera opið, eftir úttalilsum hjá Sverra Hansen, nevndarformanni í Framtaksgrunninum. Tríggjar royndir hava verið at keypa Polarfrost, eitt felag undir stovnan í Vági, eitt felag í Onglandi og eitt í Týsklandi, men svarið frá Føroya Fiskavirking hevur antin verið nei, ella er kravt eitt órímuliga høgt boð uppá virkið. At leiga virkið hava fleiri fyrispurningar verið um, men har hevur verið ringt at fáa svar. Men Jákup Mørkøre man hava smekkað høvdið í, tí nú ringdi hann til umboðsmannin hjá Kangamiut Seafood a/s í Danmark, Thormod Nielsen, við hesum tilboði, haldið tykkum fast. Her eru treytirnar hjá Føroya Fiskavirking frá 22/10-97: 1. Ein 1 ára sáttmáli. 2. 0,40 kr. pr. kg. rávøru, minimum 150 tons rávøru pr. mánað. 3. ella, 3 mánaðar forút betalt leiga á 60.000 kr. pr. mánað. 4. Leigarin betalir grundleiguna og trygging. Hetta er ein ljótur máti at siga nei uppá. Málsetningurin hjá Kangamiut Seafood var 500 tons rávøru pr. mánað, so 500 tons á 0,40 kr. = 200.000 kr. + trygging og grundleigu, so hetta er, hvat Jákup Mørkøre hevur bjóðað sunnaru helvt av Suðuroy. Føroya Fiskavirking við Jákupi Mørkøre sigur, at Polarfrost í Vági er opið. Einasta, sum verður brúkt, er frystigoymslan, so framleiðsla av fiskavørum er ongin á virkinum. Okkara spurningur er so til løgtingsfólk og landsstýrismannin í fiskivinnumálum: Eru vit slept upp á fjall, ella hava vit ikki krav uppá svar Hví eitt tað besta flakavirkið í landinum skal vera stongt og ongin annar skal fáa møguleika at leiga ella keypa. Tí vóna vit, at tit duga at síggja, at her er nakað galið. Við arbeiðarakvøðu, Arbeiðsmannafelagið Framtíðin í Vági, Kári Jacobsen Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður, Vági Rannvá Samuelsen Vín úr Kila Við postinum nú ein dagin kom bræv frá Føroyahúsinum í Keypmannahavn, sum segði frá tiltøkum komandi tíð. Eitt tiltak er Vínsmakkijng. Helst eitt frálíkt tiltak, sum kann læra føroyingar, at annar løgur er enn gulløl og whisky. Give me a double whisky On the rocks But without ice sum klaksvíkingurin segði á vertshúsinum í St. Johns. Men les nú hetta gjølla: Hesu ferð vera vínsløgini úr: Bulgariu, Italiu, Grikkalandi, Fraklandi, Argentina, Kila, Kaliforniu, Australiu og Suðurafriku. Ein keðiligur blandingur av málsligum prinsippum. Vanligt er ikki at benda landanøvn. Lond eita til dømis Amerika, Canada, Kina ella Kenya, og sagt verður: úr ella í Amerika, í Canada, í Kina, í Kenya. Fólk siga: Italia, í Italia ella italiafiskur. Summi hava tó brúkt tann íslendska formin. Serliga eitt gamalt tjóðveldisblað brúkti tann formin, har landanøvn vóru kvennkyn. Tað kom so at eita Italia, í Italiu ella italiufiskur. Men teir, sum bjóða til vínsmakking blanda: úr Bulgariu, úr Argentina. Men ikki nokk við tí, eitt nýtt misfostur sær dagsins ljós: Vín úr Kila. Ja, gitið nú, hvaðani kemur hetta frálíka vín Nei, ikki er tað tí teir longu hava smakkað sær á. Turra edrúir hava teir í bestu meining tikið konsekvensin av galskapinum í tí føroyska Heimsatlasinum, sum Skúlabókagrunnurin gav út fyri nøkrum árum síðani. Har royndu teir at innføra eitt slag av føroyskar ljóðskrift, so øll landanøvn fingu eitt serføroyskt snið ella stavimáta. Óføroyskir bókstavir, sum C, W, og Z og X, blivu koyrdir burtur úr latínska alfabetinum, og eitt nú landið Chile, har tey brúka latínska alfabetið, skuldi nú skrivast Kili. Men Kili verður sostatt kallkyn, og skal bendast sum risi ella mjørki; í ella úr mjørka. Í ella úr Kila, eins og føroysk sernøvn: Bjarni, Bjarna. Hesi galskapur er ímóti øllum alheims reglum og royndum á hesum øki, har roynt verður at skriva so tætt upp at upprunaforminum sum gjørligt. Hjá londum, sum brúka tað latínska alfabetið er yvirhøvur eingin trupulleiki. Reglan er: skrivið soleiðis sum ymsu londini sjálv gera tað Barcelona, Cadiz ella Glasgow og Newcastle. Bæði spaniólar og eingilskmenn royna í dag at skriva Tórshavn, og ikki Thorshavn ella Torshaven. Men føroyingar, sum hava øst seg upp um at danskir embætismenn fyrr skrivaðu t.d. Glibre og Andefjord í staðin fyri Glyvrar og Oyndarfjørður, eru nú sjálvir farnir at skemma fremmand nøvn. Summi óttast kanska, at fólk ikki duga at skyna á, duga at úttala fremmand orð og staðanøvn. Einaferð hevur ein ljóðbroytin verið virkin ella produktiv í føroyskum. Ki- og gi- eru broytt til tji- og dji-, eins ke- og ge- eru broytt til tje- og dje-. Tí úttalast føroysku orðini: kikari, kippa, givin, gita, keta, ketta, gera og geva soleiðis sum øll úttala hesi orð. Men henda ljóðbroyting er ikki virkin longur. Tí fáa nýggj føroysk ella fremmand orð ikki hesa úttalu, td. ki- til tji-. Men tað vísir seg sum fólk ikki hava nakrar trupulleikar av at skyna ímillum føroysk og fremmand orð ella staðanøvn. Summi nøvn ella kelinøvn úttalast ki- ikki tji-: Kingo og Kingosálmar, Kissa, Kisan, Kinna, Kirstin og Ki. Staðanøvn ella landanøvn td: Kina, Kiribati, Kilimanjaro, Kingston, Kigali, Kibæk, Killinaboy, Kilkenny, Kilmarnock, Kirgisistan, Kirkwall, Kivik, Kirov, Kiruna, Kirkenæs, Kiel og í Havn hava vit Kielarkanalina Eirik Jalls gøta. Onnur ki- orð: Kilo, kilometrar, kilowatt ikki kilo vatt, kiosk, kitt, kiropraktor, kittil, kibbutz, kilt hjá skottum, kinin, kivifrukt, og fínafelagið Kiwanis. Øll vita, at hetta eru fremmand nøvn og orð, sum ikki hava nakra ljóðbroyting til tji-. Ei heldur er nakar ivi um hvussu hesi ke- orð úttalast: Keflavík, Kent, Kelso, Kenya, Kerala, Kensington, Kentucky, Kedron, ella kemi, kemilux, ketogan, kemoterapi, keramikk, kefir, Kennedy, Kenneth ella bara Ken, Kepler og Kipling ella Kenwood radio, keltari, Kelvin, keppur, kerubar og ikki at forgloyma kettsjupp. Men eisini inni í orðum av fremmandum uppruna verður ke- úttalað uttan ljóðbroyting til tje-: Parkering, lakering, etikettir. So eru øll ge- orðini: generator, genialur, generalur, genir, genetikk, genitiv hvørsfall, ges-dur, getto ella ghetto, gerontologi, gear ella gir, geodata, geografi, geoseismikkur, geofysikk, geometri, germanari, geysari, geiger-teljari, gelatina, Genova obs: italienarar siga djenova, Genesaret, Getsemane, Gehenna, Gettysburg, Gera, Gentofte, Gent ella Gilead haðani Jefta kom, Gershwin, Gert, Gerhard, Gertrud og Georg. Og gi- orðini, sum ikki úttalast dji-: Gideon, Gimme, Gigga, gir ella gear, uppá giss, gips, gittari, gigabyte Giessen, Gibson, Gilbert, Giffhorn, Girvan, Giddens, Give, Gilleleje, Gislaved og giraffur. Men ikki er tað altíð líka lætt: Girokort sjiro-, Gin djinn, Genever sjenéver, geni sjeni. Georg er eitt vanligt føroyskt navn, men úttalast sum fremmandorð. Georgia er eitt fremmant staðanavn statur í USA, men kann sigast at hava eina føroyska úttalu Djeordjia. Tað bøtir einki um trupulleikarnar, sum eru, at gera ein serføroyskan skrivimáta, sum eingin forstendur, hvørki í Føroyum ella aðrastaðni. Skuldi eg skriva bræv til Ola Norman í Geilo, og adresserað tað til Jeylu Einaferð var ein Chile-nevnd í Føroyum, sum royndi at upplýsa um støðuna í Chile, har tann demokratiskt valdi forsetin Salvador Allende varð myrdur av afturhaldskreftum. Nevndin virkaði fínt, sjálvt um teir skrivaðu Chile, sum tað skrivast í sponskum, sum er tað almenna málið har. Cubanska kollveltingarhetjan Che Guevara, føddur og uppvaksin í Argentina, er nú komin aftur til Cuba og er jarðaður har. Ongin ivast í hvussu navn hansara úttalast. Men skuldi konsekvensur verið í galskapinum, so ikki bert fremmand landanøvn hava eina serliga rættskriving, men øll fremmand nøvn, so fingu vit kanska mannin at eita Ki Gevari. Ikki Ke, tí -e er ein óføroysk ending. Og ikki Gevara, tí -a er ein kvennkynsending. Latið Che eita Che, og latið Chile framvegis eita Chile. Til jólar fari eg kanska at keypa mær eina fløsku av góðum chilenskum víni. Og tykkum, sum fara at smakka vínið í Føroyahúsinum tann 15. november, ynski eg eitt gott kvøld. Men latið bilin standa heima. Tað skal vera eitt upplivilsi at fara til handils Eini 50.000 fólk keypa frá Hans Mortensen hvørja viku. Feðgarnir báðir, Niels, vm, og Hans, við eftirnavninum Mortensen, stýra einum stórum handilsríki. SMS hevur verið við til at stabilisera Havnina. Vit blivu ein partur í eini menning, sum heilt avgjørt var neyðug. Og tíbetur er miðbýurin við at fáa fótafesti aftur.-Havnin skal vera ein sterkur keypsstaður í kappingini við, Eysturoynna. SMS kollvelti handilslívið. Men eg haldi at tað var neyðugt. Var býarætlanin, við handilshúsinum á Trapputrøðni ikki komin, hevði okkurt annað hent, okkurt, vit kanska ikki høvdu havt tamarhald á. Sigur maðurin, sum meir enn nakar annar er vorðin ímyndin av føroyskum handilslívi SMS heldur í hesum døgum 20 ára føðingardag. Vit hava lagt unglingaárini afturum og eru blivin vaksin. Vit hava funnið okkum sjálvi og nú gongur alt sína gongd, stillisliga og róliga, sigur stjórin í SMS, Hans Mortensen, nú hann lítur afturum bak eftir 20 árum, sum ikki bara hava verið ein dansur á rósum. Hann sigur, at tað var longu fyrst í sjeytiárunum, at hugskotið til SMS birtist. Havnin var tá komið á eitt vegamót og støða skuldi takast til, stórbroytingar. Tað varð blivið ov trongt í býnum, og viðurskiftini vóru í mangar mátar so óskipað, at okkurt mátti henda. Og tá var tað, at býráðið skuldi taka støðu til, hvønn veg, høvuðsstaðurin skuldi mennast. Skuldi hann mennast uppeftir, ella skuldi hann mennast úteftir í ymsar ættir. Hans Mortensen sigur, at eftir hansara tykki tók býráðið ta skilagóðu avgerð at Havnin skuldi veksa úteftir. Tað hevur varðveitt Havnina sum hon var, men tað hevur givið henni meiri luft og hevur fríðkað um hana í stórum. Langur, breiður vegur R.C. Effersøesgøta varð teknaður og lagdur niðan a Háls, og stykkið á trapputrøðni varð lagt av til handilshús. Hans Mortensen sigur, at her sóu tey møguleikan og hugskotið um SMS varð fostrað. Stór mótstøða Hans Mortensen minnist, at mótstøðan ímóti SMS varð stór. Tað var væl ikki annað enn náttúrligt, at handilsmenn í býnum vóru ímóti SMS, tí tað fór sjálvandi at herða kappingina munandi. Eisini býráðs-politikarir vóru ógvuliga ivasamir. Men tað var ikki mótstøða í býráðnum ímóti at byggja handil á Trapputrøðni. Mótstøðan var meiri ímóti at geva einum manni loyvi at byggja húsið. Og tað vóru eisini tey, sum hildu, at hetta var óføroyskt. Hans Mortensen sigur, at av tí sama gingu fleiri ár at fáa loyvi. Men tað kom so, og SMS varð bygt. Uppsunaliga varð ætlanin, at SMS skuldi verða størri. M.a. skuldi biografur eisini verða í sølumiðstøðini. Men tað bleiv ov stórt, og tí kappaðu vit ta eina "húsið av. so vit nú hava seks "hús, ístaðin fyri sjey. Limirnir í FK vildu ikki Tað mest kollveltandi í SMS var matvøruhandilin, sum kom. Hetta varð fyrsti, veruligi supermarknaður í Føroyum eftir útlendskari fyrimynd við slaktara. Hans Mortensen sigur, at matvøruhandlarnir í býnum vóru ikki sinnaðir at flyta í SMS. Eitt nú fekk Keypssamtøkan tilboðið. Stjórnin í FK tók av, men táið ætlanin varð løgd fyri limirnar, søgdu teir nei. Sostatttt máttu vit sjálvir gera matvøruhandilin, og FK fekk ein stóran kappingarneyta og mátti byggja uppi í Hoyvík. Hans Mortensen sigur, at hann hevur hoyrt okkurt um, at er tað nakað, stjórnarlimir í FK iðra seg um nú, er tað tað, at tey ikki fluttu í SMS..... Fingið fótafestið aftur Hinvegin gekk ikki so illa at fáa aðrar handlar í býnum at flyta í SMS. Hans Mortensen sigur, at tíverri doyði miðbýurin mest sum út eina tíð. Men tíbetur er miðbýurin nú við at fáa fótafestið aftur. Tað eru vit glaðir fyri. Vit eru áfastir við miðbýin, og eg haldi, at vit hanga saman. Eg haldi, at vit øll arbeiða fyri felagsáhuamálum. Havnin er ein keypsstaður, og vit vilja fegin hava hann til ein sterkan keypsstað. Vit kappast jú við Eysturoynna t.d. Og eg haldi, at tíðin fer at vísa, at tað er væl pláss fyri okkum báðum. Ein menning, sum var neyðug Hans Mortensen heldur avgjørt, at SMS bleiv ein náttúrligur partur í eini býarmenning, sum var neyðug í Havnini. Var SMS ikki komið, hevði okkurt annað hent. kanska ein útbygging, vit ikki høvdu havt tamarhald á. So tað er einki at taka seg aftur í, at vit tóku undir við býarætlanini, sum gjørd varð tá. Og eg haldi eisini, at vit hava megnað væl at lagað SMS til Havnina, báði í byggisniði og í innihaldi so at ta nettupp ikki er óføroyskt. Hava hildið prísin á rímiligum støði Hans Mortensen sigur, at tað er onki at ivast í, at SMS hevur broytt føroyskan handilsskap nógv So kunnu vit altíð kjakast um, antin broytingin er av tí góða, ella av tí ringa Ikki minst Miklagarður, sum var tað mest kollveltandi í SMS. Í Miklagarði var vøruútboðið nógv størri, enn vit vóru von við í Føroyum. Og uttan iva hava vit verið við til at hildið prísleguni niðri á einum rímiligum støði Tí tað er einki at ivast í, at hørð kapping kemur forbrúkarunum til góðar. Í so máta hava vit havt serstakliga stóran týdning. Eitt upplivilsi at fara til handils Og hví skal tað ikki vera eitt upplivilsia t fara til handils. Hví skal tað bara vera nakað, sum skal fáast frá hondini. Hans Mortensen sigur, at tað vísir seg allastaðni, at har mentanarlív tekur seg upp, er handilslív frammanundan. Har handilslív er, er eisini mentan. Men tað er ongantíð øvugt. Handilslív er ein fortreyt fyri mentan. Ikki øvugt. SMS hevur av og á eisini skipað fyri ymsum tiltøkum, og tit hava eisini skipa fyri tiltøku mat fremja føroyska frameiðslu. Men nú er nakað langt síðani seinast Ja, eg haldi, at í einum handilshúsi, har so nógv fólk hevur sína dagligu gongd, sum í SMS, eiga vit at hava okkurt at bjóða fólk útyvir tað, vit vanliga selja. Tí skipa vit av og á fyri mentanarligum tiltøkum, tí tað er húsið eisini vælegnað til. Men vit ætla okkum ikki taka kappingina upp við Listaskálan ella Norðurlandahúsið. Tey mentanarligu tiltøk, vit skipa fyri, eru av tí meiri fólksliga slagnum. Tað er eisini rætt, at vit hava skipað fyri tiltøkum fyri føroyskari framleiðslu. Vit hava havt føroyskar vikur, og vit hava havt hugskotskappingar. Hesi tiltøk eru sprottin úr ynskinum at royna at stuðla føroyskari framleiðslu. Hans Mortensen sigur, at hóast tað er langt síðani seinast, roknar hann við, at hesin táttur verður tikin uppaftur komandi ár. 50.000 fólk um vikuna Hans Mortensen sigur, at SMS er vælegnað at skipað fyri tiltøkum í. Hvørja viku eru eini 50.000 fólk í SMS. Tvs, at hvør einasti føroyingur er inni á gólvinum meiri enn einaferð um vikuna. Tað mesta, sum hevur verið í SMS uppá eina viku, er 100.000 fólk. Tað mesta, sum hevur verið ein dag, er 30.000 fólk. Teir smáu handlarnir hvørva SMS hevur oftað fingið skyldina fyri at hava beint fyri teimum smáu, hugnaligu bygdarhandlunum. Eg veit nú ikki, um so nógvir handlar eru farnir í Havn. Eg haldi, at tað eru næstan líka nógvir handlar í Havn nú, sum tað vóru áðrenn Tað er rætt, at nakrir matvøruhandlar eru farnir. Men eg ivist í, um teir smáu handlarnir høvdu verið varðveittir, hóast vit ikki komu. Eg rokni við, at komu vit ikki, hevði okkurt annað hent. Kanska hevði eitt annað slag av handilslívið verið uppi á Hálsi, ella onkra aðrastaðni. Hans Mortensen heldur tvørturímóti at SMS hevur verið við til at stabilisera Havnina. Tað var alt ov trongt í Havnini, so okkurt mátti henda. Tað hevði verið ein menning, vit ikki høvdu havt tamarhald á. Býurin hevði ment seg heilt øðrvísi, enn hann hevur. Men hvussu, er ómøguligt at siga So tað er onki at taka seg aftur í, at vit tóku undir við, at býráðið fekk skipað viðurskifti við býarætlanini. Men hvussu síggja so tey næstu 20 árini út hjá SMS Hevði eg nú bara havt eina kúlu at hugt í...Nei, eg veit ikki. Eg rokni við, at alt fer at ganga sína gongd framyvir. Stillisliga og róliga í hvussu so er í nøkur ár. Men tekur oljuvinnan seg upp, verður støðan ein heilt onnur. Men fyribils arbeiða vit, sum um ongin olja kemur. Kemur hon, fara vit tá at taka støðu til, hvat vit gera. Tí tá fer keypikraftin uttan iva at økjast. Vit fáa ikki bygt meiri afturat, men kanska skulu øðrvísi handlar til. Hann sigur, at tey eru bjartskygd. Tíðirnar eru ikki góðar, men tað er slætnað undir føti. Tó er tað ógvuliga umráðandi, at vit ikki leypa framav, sum vit øll gjørdu í áttatiárunum. Eisini vit í SMS. Tað hevur ikki bara verið ein dansur á rósum. Vit gjørdu t.d. ein ræðuligan brølara at vit fóru undir parkeringsplássið. Hann sigur seg ikki minnast, hvat tað kostaði, men tað var øgiligt. Tað er ein brølari, hann tekur á sínar egnu herðar. Og hann hevur framvegis ikki hug at útgreinað, hvat tað var, sum gekk galið. Men hinvegin: vit hava avgjørt ikki ov nógv parkeringspláss nú, leggur hann afgturat. Ídnaðardepilin slept Hans Mortensen hevur havt aðrar dreymar enn at verða handilsmaður. Einaferð droymdi hann um at gera ídnaðarbarónur, við miðdepili inni á Sundi. Men sundsdepilin er langtsíðani sleptur með alla. Tá ið vit mitt í áttatiárunum vóru til reiðar at fara undir tað fyrsta virkið, fekk býráðið boð um, at inni á Sundi máttu bara goymslur byggjast. Tað var ikki akkurát okkara ætlan, so vit sleptu øllum. Og tað er púra vist, eg geri ikki meiri við tað ætlanina, sigur Hans Mortensen. Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Lovaðu at halda javnstøðulógina Landsstýrismálanevndin ætlar einar tvær ferðir um árið at kalla landsstýrismenn og løgmann inn til óformliga samtalu Hósdagin og seinastu viku hevði landsstýrismálanevdin fund við allar landsstýrismenninar og løgmann, ein og ein. Ein tími var settur av til hvønn. Tað var ikki nakað ávíst mál á skránni. Hetta var bara ein óformligur fundur, har landsstýrismálanevndin tosaði við hvønn landsstýrismann um hansara málsøki. Teir greiddu frá, og nevndin spurdi. Sambært skipanin skal nevndin javnan hava fund við landsstýismenn og løgmann, og um okkara ávíst mál tekur seg upp, kann hon kallar teir inn. Uppgávan hjá nevdini er neviliga at hava eftirlit við, at landsstýrið umsitir sambært galdandi lógum. Lovaðu bót og bata Vit hava staðfest, at landsstýrið í fleiri førum hevur brotið javnstøðulógina. Hetta nevndu vit við fleiri, og teir lovaðu allir bót og bata, sigur Vilhelm Johannesen, sum er formaður í landsstýrismálanevndini. Eitt annað brot hjá landsstýrinum er, at roknskapir landskassans ikki eru lagdur fyri tingið, sum teir eiga. Teir skulu leggjast fyri tingið í seinasta lagi seks mánaðir eftir, at roknskaparárið er úti. Tað vil siga, at roknskapurin fyri 1996 skuldi verið lagdur fram í juli. Eingir roknskapir Men roknskapurin fyri 1997 er ikki komin í tingið en, og tað eru roknskapirnir fyri 1995, 1994 og 1993 heldur ikki, sigur Vilhelm. Hetta er ikki nakar nýggjur trupulleiki, og ein partur av forkáringini er nýggja fíggjarstýringin hjá Gjaldstovuni, men tað kann ikki vera orsøkin til, at 1993-roknskapurin ikki er lagdur fram enn, tí tá var nýggja fíggjarstýringin komin. Hetta málið tosaði nevdin við Anfinn Kallsberg, landsstýrismann í fíggjarmálum um. Anfinn segði, at trupulleikarnir vórðu undirmettir, tá ásett varð, at roknskapirnir skuldu leggjast fram í seinasta lagið eftir árslok. Hann lovaði tó, at nú skuldi skil koma á. Vilhelm Johannesen heldur tað vera eina týdningarmikla uppgávu hjá landsstýrismannanevndini at hava eftirlit við landsstýrinum. Fyrireikaðu seg Líkt er eisini til, at landsstýrið tekur nevndina í stórum álvara, tí eg havi frætt, at undan fundinum høvdu allir landsstýrismenninir úr at gerað við at kanna síni málsøki, sigur Vilhelm. Hetta var fyrsti fundur hjá nevndina, sum ætlar at hava fund aftur í næstu viku fyri at eftirmeta. Umfam teir óformligu fundirnar við landsstýrismenninar og løgmann kemur nevndin saman, tá onkur mál taka seg upp. Landsstýrismálanevndin viðgera eisini klagur um landsstýrisumsitingina. Meinigum borgarum stendur frítt at klaga til landsstýrismálanevndina. Nevndin er trímannanevnd, har andstøðan hevur meirlutan. Vilhelm Johannesen er formaður, Atli Hansen er næstformaður, og triði nevndarlimurin er Heini O. Heinesen. Fíggjarnevndin latið álit um Framtaksgrunnin Aftaná drúgvan fund allan mánadagin, samtyktu limirnir í fíggjarnevndini, um bert at leggja eitt álit fram Semja er um at geva Landsstýrinum heimild at leggja upp til 12,5 mió. krónur av lánsupphæddini til Framtaksgrunnin um til stovnsfæ, treytað av, at viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin verða broyttar. Umframt tað, er tað ein treyt, at myndugleikin fyri Framtaksgrunnin við samtykki frá Vinnumálaráðnum, tekur av sítt undantaksloyvi, sambært lógini um vinnurekandi grunnar. Framtaksgrunnurin skal hereftir virka eftir teimum rættindum og skyldum, sum lógin ásetur, og skal ikki longur standa í teirri skrá grein 1 stk. 6 í somu lóg. Eisini samtykkir fíggjarnevndin at danski teksturin í lógini verður strikaður. Skal ikki hava óavmarkaða heimild Í uppskotinum frá Landsstýrinum, sum fíggjarnevndin nú hevur viðgjørt, var ein broyting í løgtingslóg nr. 1 frá januar 1995, har Landsstýrið fekk óavmarkaða heimild til at leggja lánið til Framtaksgrunninum um til stovnsfæ. Sambært uppgerð frá 31. oktober í ár, er eginognin í Framtaksgrunninum negativ við 16,1 mió. krónum. Fíggjanevndin heldur, at heimild Landsstýrissins eigur at avmarkast, og skýtur tí upp av avmarka heimildina soleiðis, at 12,5 mió. krónur av landskassaláninum til grunnin verður lagt um til stovnsfæ. Fyritreytin er, at danska stjórnin somuleiðis leggur 12,5 mió. krónur av lánsupphæddini um til stovnsfæ soleiðis, at samlaða upphæddin verður 25 mió. krónur. Skulu meira enn 12,5 mió. krónur av landskassans lánspeningi í grunninum umleggjast ella konverterast til stovnssfæ, skal málið leggjast aftur fyri tingið. Sjey mió. krónur í eginpeningi VilhelmJohannesen, tingmaður, sigur í viðmerking til málið, at um landskassin og danska stjórnin seta 25 mió. krónur í grunnin, so hevur hann 7 mió. krónur í eginpeningini, av tí at undirskotið nú er 18 mió. krónur. Við hesum ískoyti fær Framtaksgrunnurin møguleika at endurreisa virksemi kring um í landinum. Um vit hinvegin seta upphæddina til 30 40 mió. krónur, so missir tingið Framtaksgrunnin úr eygsjón, sigur Vilhelm Johannesen. Fíggjarnevndin setti eisini aðrar treytir fyri at bjarga Framtaksgrunnnum. Eitt nú er kravið frameftir, at nevndarlimirnir í Framtaksgrunninum ikki skulu hava nevndarsess í feløgum, sum grunnurin hevur sett pening í. Grunnurin skal hinvegin seta aðrar persónar í feløgini, sum kunnu umboða Framtaksgrunnin. Teir skulu bert sita tvey ár í senn, men skulu kortini hava møguleika at verða afturvaldir. Eisini er kravið, at Framtaksgrunnurin, sum higartil hevur verið undantikin reglunum fyri vinnurekandi grunnar, skal skrásetast í Føroyum. Ongin haldgóð grundgeving Nevndin sigur í álitinum, at hon onga haldgóða grundgeving fingið fyri, hví Framtaksgrunnurin er undantikin lógini um vinnurekandi grunnar. Eisini er ógreitt, hvussu farið er fram, tá undantak er givið, og um, hvør hevur biðið um at fáa grunnin undantiknan. Nevndin heldur, at Framtaksgrunnurin eigur at verða skrásettur hjá Skráseting Føroya og virka sambært teimum reglum, sum lógin fyriskrivar. Málið kemur til 2. viðgerð í tinginum hósdagin. Oddur á Lakuni Búskaparráðið sett skrivara Búskaparráðið hevur sett Hermann Oskarsson í fulltíðarstarv sum skrivara hjá ráðnum Hermann Oskarsson er 44 ára gamal. Hann er útbúgvin cand. polit í apríl 1995 frá Keypmannahavnar Universiteti, har hann legði serligan dent á teoretiskan makrobúskap, økonomi og modellteknik. Hermann Oskarsson hevði ymiskar arbeiðsroyndir áðrenn hann fór at lesa cand. polit. Síðani lokna útbúgving hevur hann starvast á Hagstovu Føroya, har hann serliga hevur havt uppgávur við almenna partinum av tjóðarroknskapinum. Harumframt undirvísir hann á øðrum ári í tjóðarbúskapi á HD á Føroya Handilsskúla, og hann hevur eisini skrivað greinar um búskaparlig evni. Hermann Oskarsson tók við starvinum sum skrivari hjá Búskaparráðnum 1. november 1997. Tordur Niclasen lesur Internet-Sosialin í USA Fesk føroysk tíðindi at lesa um allan heimin Tordur Niclasen er í løtuni í New York á ST-aðalfundi Tað er sum at hava blaðið framman fyri mær, segði Tordur Niclasen, tá hann mánadagin tosaði við Sosialin í telefonini. Tordur Niclasen er í løtuni í New York á ST aðalfundi umboðandi Føroya Løgting. Men tað sum Tordur Niclasen helt vera serliga áhugavert var, at hann kundi lesa Sosialin í hesum føri leygardags-Sosialin yviri í Boston, har hann varð staddur sunnudagin. Eg sá tit høvdu eina litmynd av Jákupi á Kamarinum hon var so klár, sum um eg hevði hana framman fyri mær, segði Tordur Niclasen, sum helt Internet-Sosialin vera eitt sera spennandi tiltak. Og rætt er tað. Internetið er í so máta ein fantastiskur miðil, sum bløð kanska serliga í so fjarskotnum londum sum Føroyum ikki kunnu lata vera við at gera sær dælt av. Tað eru í dag eini 100 milliónir fólk í heiminum, sum kunnu síggja Sosialin. Tá Sosialurin er liðugur skrivaður og greiddur til prentingar dagin fyri útgávudag, verður hann eisini dagførdur á Internetinum. T. v. s. at Tordur Niclasen og onnur fólk í eitt nú New York kunnu lesa mikudags-Sosialin umleið klokkan 10:00 týsmorgun lokala tíð tíðarmunurin er seks tímar... Royndir á slottinum Fort Boyard Tú ert fangaður er ein interaktiv avbjóðing, har tú fær teg veruliga royndan. Fort Boyad er eitt grafiskt flott og hugtakandi telduspæl. Tekstmaskinan Vælumtókta undirhaldssendingin hjá TV3, Fangarnir á Fortinum, fæst nú eisini í pc-útgávu. Eins og í sjónvarpsútgávuni ræður um í spælinum, at nakrir persónar skulu royna seg í eini røð av avbjóðingum á gamla franska slottinum Boyard. Tá ein uppgáva er loyst, fæst ein lykil, og tá sjey lyklar eru savnaðir, skal ein gáta gitast, áðrenn tað slepst framat skattinum. Sjónvarpsrøðin er gott undirhald, og gav hópin av ævitýrum og spenningi, men telduspælið fer neyvan at fanga nógv framman fyri skíggjanum. Tilvildarinnar spæl Fyritreytirnar eru annars tær bestu. Hetta er eitt flott spæl í góðum umhvørvi. Nógv stemningsmettað videoklipp frá fortinum og grafikkurin og animeringin av persónunum er væl gjørt. Spælið er danskað, og upp til seks persónar kunnu spæla ísenn. Kortini virkar spælið ikki. Uppgávurnar eru stutt sagt ov vánaligar. Ein skal eftirgera seg gjøgnum nakrar rættiliga kropsliga krevjandi uppgávur við músini, og fleiri ferðir virkar músin næstan ikki. Uttan mun til hvussu ein flytir músina, gerst úrslitið hitt sama. Og í fleiri førum veit ein ikki, hvat ein skal gera og hvussu. Til dømis er ein uppgáva, har ein granat á hjólum skal skumpast upp gjøgnum eina sliðsku og raka ein ring. Tað eydnaðist fleiri ferðir, men tað var als ikki tengt at, hvussu vit fluttu músina. Í eini aðrari uppgávu hongur ein í armunum í ringum, sum eru bundnir í loftið, og síðani skal ein flyta seg frá ringi til ring. Her bar til at stýra músini, men ógjørligt at koma ígjøgnum, hvussu so roynt varð. Tá tað soleiðis er tilvildin heldur enn ein sjálvur ið avgerð, um ein megnar uppgávuna ella ikki, ja, so minkar hugurin og verður meiri og meiri til illneitan inn á spælið. Friður, takk Betri gerst tað ikki av at leikstjórin við hvørt endurtekur síni boð í tað óendaliga. Í eini uppgávu skal ein finna eitt orð av nøkrum bókstavum. Tað krevur konsentratión og frið, men ikki ganga mong sekund áðrenn leikstjórin aftur greiðir frá, hvat uppgávan gongur út uppá. Og hetta heldur fram, til ein slær ljóðið frá. Ætlanin góð Tað er spell, at tað grundleggjandi ikki er í lagi, tí tað er annars nógv gott í spælinum. Tað er eitt spæl, har tað fyri einaferð skuld ikki snýr seg um at jarðleggja onnur, men har øll skulu draga eina línu. Spælið vendir sær til mong, tí uppgávurnar eru so ymiskar og tað leggur upp til samstarv. Arbeitt verður í bólki og býtt verður frá byrjan av upp eftir eginleikum sum styrki, áhaldni, klókleika o.s.v. Fakta Fort Boyard Tú ert fangaður setur bert smá krøv til telduna. Tað skuldi verið nóg mikið við eini 486 við DOS 5.0, 8 MB ram og einum VGA grafikkkorti við 640x480 punktum og 256 litum. Eitt túsund MHz ár 2000 Prosessorarnir í pc'arunum taka eitt risastig, tá Intel um eini tvey ár senda eina nýggja 64 bit útgávu á marknaðin. Hetta er ikki 64 bit prosessorchippið hjá Intel, men hin higartil mest framkomni, fyritøkan hevur framleitt. Hetta er eitt Pentium chip til berbarar pc'arar. Tað fyllir minni enn ein triðing av einum vanligum Pentium chippi. Tekstmaskinan Í 1999 roknar chip-stórfyritøkan Intel við at kunna lata ein 64 bit prosessor við einum skjótleika upp á minst 600 MHz. Verða arbeiðsminnið og harðdiskurin uppgraderað samsvarandi og soleiðis plagar tað jú at vera fáa vit stutt eftir ártúsundskiftið teldur, sum lættliga kunnu goyma og redigera fleiri tímar av heimavideo, samstundis sum tær sjálvandi fara at tæna okkum um røddstýrd boð, meðan vit síggja sjónvarp í eina horninum. Og prísurin fer at vera hin sami sum í dag, tí tá chippini verða sterkari eru tey eisini vorðin minni, og harvið bíligari. So møguleikarnir eru góðir fyri, at ein supertelda til ta tíð framvegis fer at kosta minni enn 15.000 krónur. Skjótir og effektivir Prosessorurin ella CPU'in er maskinrúmið ella heilin í telduni. Tað eru prosessorarnir, ið gera tær uppgávurnar, vit nýta telduna til, og talið 64 sigur, hvussu nógv tekn, hon arbeiðir í senn. Eitt tekn eru 8 bit, so 64 útgávan arbeiðir sltso við 8 teknum í senn. Nýggja chippið merkir tvey ting, partvís at teldan sum nevnt fer at arbeiða skjótari, partvís at vit fáa veruliga og effektiva multitasking. Multitasking merkir, at prosessorurin megnar fleiri uppgávur task ísenn. Í veruleikanum merkir tað, at sami CPU skiftir millum fleiri skráir so skjótt, at tað tykist, sum ger hann allar uppgávurnar samstundis. Teir stóru eru klárir Tá Intel miðskeiðis í 80-árunum fór frá 16 til 32 bit prosessorar skiftið frá 80286 til 80386 útgávuna øktist arbeiðsskjótleikin frá 8-12 MHz til 25-33 MHz og 32 bit uppbyggingin gjørdi tað møguligt at gera multitasking. Í Windows 95 ber til at gera nakað, ið til deils líkist, men ikki fyrr enn við stýriskipanunum hjá vinnulívinum, Windows NT og IBM OS/2, verða fyrimunirnir við 32 bit útbyggingini veruliga útnyttaðir. Tá 64 útgávan kemur, verða leiðandi softwareforritarirnir annaðleiðis fyrireikaðir uppá møguleikarnar í chippinum, tí teir longu nú kunnu venja seg á eini software-eftirgerð av 64 bit chippinum. Roknað verður við, at Windows NT skjótt kemur við eini 64 útgávu til nýggja chippið, men nøkur ár fara at ganga, áðrenn fyrimunirnir við nýggja chippinum og chippið sjálvt verður hvørs mans ogn. Tekniskt sæð Við 64-bit chippinum skiftir Intel ttil eina nýggja sonevnda 0,18 mikron tøkni. Navnið gevur breiddina av teimum einstøku streymbanunum í chippinum, ein vanlig Pentium verður í dag gjørd við 0, 32, meðan nýggjastu chippini til berbarar verða gjørdar við 0,25 mikron. Hesi berbar-chippini fylla ikki meiri enn ein triðing av einum vanligum Pentium chippi. Og hvørja ferð chippið verður minni, kann tað gerast skjótari og meiri kompliserað. Tí roknar Intel við, at nýggja 64-bit chippið kann koyra minst 600 MHz í 1999 og kanska kemur upp á 1000 MHz um eini tvey ár. Tað skuldi gjørt tað møguligt at fingið skjótleikar uppá 10-20 ferðir tað, vit nú kenna frá eini Pentium/200. Við eini effektivari multitasking operativskipan merkir tað, at man kemur at fáa eina røð av 10 superskjótum Pentium/400, við at keypa ein vanligan pc. Umhvørvisráðstevna verður í Klaksvík Umboð úr Finlandi, Svøríki, Noregi, Danmark og Íslandi verða við á rásðstevnuni, sum byrjar hósdagin Klaksvík verður hesa vikuna vertur fyri stórari norðurlendskari umhvørvisráðstevnu. Ráðstevnan er liður í vinarbýarsamstarvinum hjá Klaksvíkar kommunu við býirnar Tampere, Norrkøping, Tróndheim, Odense og Kópavág, og umboð frá øllum hesum býum verða við á stevnuni. Harafturat hava eisini Heilsufrøðisliga Starvsstovan, IRF og Klaksvíkar kommunu fólk við á ráðstevnuni. Stevnan byrjar hósdagin og heldur fram fríggjadagin og leygardagin. Á skránni er millum annað lokal Agenda 21, umhvørvisætlanir, burturkastskipanir, endurnýtsla, framleiðsluábyrgd og annað. Eisini verður býarskipan aðrasteðni sett saman við umhvørvisætlanum, har partar av býarskipanini verður gjørd við atliti til eina umhvørvisætlan ella øvugt. Aðrastaðni verða slíkar verkætlanir stuðlaðar av tí almenna. Á ráðstevnuni verður annars kunnað um, hvussu tey ymisku londini hava greitt ymsar verkætlanir og ætlanin er eisini at semjast um eina felgs verkætlan, sum øll londini kunnu samvinna um í eitt ávíst áramál, sigur Dávur Winther,. byggifulltrúi, sum fyriskipar stevnuna fyri Klaksvíkar býráð. Stytta okkum vegin munandi Gestirnir úr útlondum koma frá kommunum, sum hava lutvíst stóra umsiting innan umhvørvismál. Tær hava nógvar royndir á økinum, og tí kunnu vit stytta okkum vegin á umhvørvisøkinum munandi við samstarvi og eini slíkari ráðstevnu, sigur Dávur Winther. Vit eru ikki við á øllum økjunum í vinarbýarsamstarvinum, tí tað klára vit ikki, men vit eru farnir við í millum annað umhvørvissamstarvið. Úlendsku gestinir koma til landið mikudagin, og fara at halda til í Klaksvík. Vitjað verður eisini kring um í býnum, og bæði framleiðsuvirki og annað, sum hevur samband við umhvørvi, verður vitjað, og møguliga verður leiðin eisini løgd í Eysturoynna. Ráðstevnan verður hildin í býráðshúsunum í Klaksvík, men møguliga verður ein almennur fundur fyriskipaður seinni í vikuni. Rósa Sivertsen Blóðugi arvur víkinganna Týskur felagskapur hevur á Internetinum eina herferð móti føroyingum, sum teir nevna eftirkomarar víkinganna. Endamálið siga teir vera at fáa føroyingar at leggja á annan bógv í grindadrápinum Týskur hvalafelagsskapur finst at nýggja sóknaronglinum hjá føroyingum Tey sonevndu djóraverndarfeløgini úti í heimi gera nógv fyri at upplýsa fólk um, hvussu óndir føroyingar eru móti grindahvalinum. Frá Grindamannafelagnum hava vit fingið hesa frásøgn, sum er at finna á týskum á Internetinum á adressuni: http://www.tierhilfe.de/presse/091097dthw.htm. Lesarin kann sjálvur meta um tilfarið: München 9. oktober 1997 : Íbúgvar í teimum donsku Føroyum rokna seg fyri eftirkomarar eftir víkingar, og teir drepa hvørt ár í hundraðtali av grindahvali í hesum árinum fleiri enn 400 við krókum, tilevnaðir úr jarni, og smáum knívum. Einans eftir altjóða mótmæli í fleiri ár fingust føroyskir fiskimenn at gera ein krók, sum, eftir hvat sigst, skuldi gjørt drápið meiri humant. Ein kanning hjá tyska djórarverndarfelagsskapinum DTHW prógvar tað øvugta: Nyggi krókurin kúluongulin, ums., eisini nevndur Gaff, er minst líka so ræðiligur sum gamla modellið. Fyri DTHW er grindadráp í Føroyum eisini framvegis barbarí. Gamli krókurin sóknarongulin, ums., sum annars verður brúktur við sama lag í grindadrápi, er hvassur í endanum og verður rendur inn í kroppin á hvalinum. Útróðrarbáturin kann síðan sleipa hvalin inn á grynri vatn, har gjørt verður av við hann við smáum knívum. Myndirnar av teimum djúpu, illa bløðandi sárum, orsakað av sóknaronglinum, vaktu harm og atfinningar kring allan heim av hesum ræðuliga drápshátti, sum norðurevropeisku oyggjabúgvarnir brúktu. Nýggi ongulin er ørvísi. Hann hevur ein kúluformaðan enda, sum verður festur í blástrið á hvalinum. Við at flyta sárini inn í kroppin vóna føroyingar, at uppøsti almenningurin um allan heim letur seg lættari sannføra um ein meiri humanan drápshátt. Men okkara kanningar prógva, at nýggja vápnið á ongan hátt er minni ræðuligt, sambært Dr. Sandra Altherr, hvalaserkøn hjá DTHW. Vevnaðurin í blástrinum er fyltur við æðrum og nervatræðrum, og er sera viðkvæmur við pínu. Nýggja dráps-vápnið gevur ógvusligar bløðingar í blástrinum. Hvalurin kann kvalast í sínum egna blóði. Hvalurin líður undir ómetaligum stressi og pínu. Ekkolodsskipan hansara verður løgd lamin, og hann villist missir evnini til at orientera seg,ljóðar dómurin frá kanningunum. Longu í ár eru fleiri hundrað smáhvalir dripnir í Føroyum, fleiri teirra við nýggja onglinum. Nýtt myndatilfar er ikki frá hesum blóðbaðum, tí føroyingar hava eftir trimum árum, lært seg at forða fyri, at almenningurin í víðu verð framhaldandi verður vitni til hesa blóðugu hending. Men DTHW og Schweiziska Hvalaverndarfelagið ASMS leggja doyðin á at gera vart við hvalamorðið í Norðuratlantshavi, fyri at fáa eftirkomarar víkinganna á annan bógv. Hóttan frá Dounreay Geislavirkið brennievni frá kjarnorkuverkinum í Dounreay er funnið í tilfari í umhvørvinum og myndugleikarnir hava avgjørt at steðga fiskiveiðu har. Føroyingar eiga at biðja bretar um eina frágreiðing um málið TAÐ er langt síðani, at orðið Dounreay hevur verið havt á munni her um leiðir. Hetta plássið ella rættari kjarnorkuverkið á hesum plássinum hevur áður verið nógv frammi í umhvørvistjakinum bæði í Bretlandi og her heima hjá okkum. Tá var ætlanin at goyma geislavirkið brennievni í havbotninum umframt at ætlanin var at flyta tað mest vandamikla av øllum evnum, plutonium til verkið at viðgerast víðari. NÚ er so tøgnin brotin. Bløðini í Bretlandi gera nógv burtur úr avgerðini hjá myndugleikunum at bannað fiskiveiðu nærhendis Dounreay. Orsøkin er tann, at vísindafólk hava funnið geiðslavirkið brennievni frá kjarnorkuverkinum í Dounreay í tilfari nærhendis verkið. MÁLIÐ verður lýst soleiðis, at talan er ikki um nakran vanda her og nú, men bannið er sett í verk fyri at vera fyrivarin heldur enn eftirsnarin. SAMBART felagsskapinum KIMO, sum er ein felagsskapur við kommunum og stovnum úr fleiri londum, eitt nú Føroyum, er málið rættiliga álvarsligt, ikki minst tí, at "dálkingin er ikki nakað nýtt. SJÁLVANDI eiga vit ikki at leypa framav á slíkum tíðindum, men rætt er avgjørt at rópa varskóð. Tí er talan um at geislavirkin evni eru farin í føðiketuna, so er talan jú um eina álvarsliga dálking, ið eisini kann hótta fisk og harvið menniskju um okkara leiðir. VIT føroyingar liva av fiski og tí havi gevur, og tí eiga vit at geva hesum málinum stóran ans. Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum átti alt fyri eitt at biðið bretskar myndugleikar um eina frágreiðing um hetta málið. Líka mikið um tað er ein hóttan móti okkum ella ikki, so er talan um mál, ið eisini vit føroyingar eiga at vísa stóran áhuga. At eitt øki uttan fyri Dounreay er stongt fyri veiðu er í sær sjálvum ein álvarslig ávaring. Hvør sigur, at ikki fiskur, sum hevur verið í hesum umhvørvinum hevur leitað sær henda vegin og er veiddur av okkara skipum TAÐ er okkara vón, at landsstýrismaðurin tekur málið til viðgerðar og biðjur bretar um eina frágreiðing. Vit eru næsti grannin og tá vit liva av fiskinum í havinum er tað eisini so upplagt, at ein slík áheitan kemur úr Føroyum. Jólakalendarin hjá Deyvafelagnum Í hesum døgum verða jólakalendarnir hjá Deyvafelag Føroya seldir kring oyggjarnar. Eins og í fjør er tað Hermundur Zachariassen, sum hevur teknað henda snøgga jólakalendara. Hann ímyndar Deyvahúsið og umhvørvið har umleið. Kostnaðurin er kr. 40,- Jólakalendarin er ein lutaseðil við trimum lutakøstum. Drigið verður 1. 8. og 15. desember. Vinningar fyri tilsamans 20.000 kr,-. Allir vinningarnir eru gávukort, sum vinnarnir kunnu keypa fyri. Deyvafelagið takkar hjartaliga fyri góða stuðulin undanfarin ár, og vónar at undirtøkan í ár verður eins stór. Føroya størsta reklamufyritøka Seinasta fríggjadag hevði Team '85 móttøku. Hetta var í sambandi við, at teir í seinastuni hava framt stórar umbyggingar, so teir vildu vísa viðskiftafólki, hvørjar umstøður teir hava at arbeiða undir, og hvørjar uppgávur teir sum reklamufyritøka megna at gera. Team '85 er størsta reklamufyritøka her á landi, har starvast 11 fólk. Fyritøkan megnar at gera alt arbeiði innanfyri reklamur t.v.s prentlutir, dekoratión, blaðlýsingar, sjónvarpslýsingar og heimasíður. Fyritøkan leggur dent á at veita eina so professionella tænastu sum gjørligt. Fríggjadagin varð eisini nýggja búmerkið hjá fyritøkuni alment tikið í nýtslu: Hetta búmerki sær gott út og er nýtíðarhóskandi. Leiðari í fyritøkuni er Petur Slyne, sum er 26ára gamal. Hann hevur áður starvast á reklamudeildini hjá Faroe Seafood. Veðrið Veðrið í dag: Fyrst lot til andøvsgul av norði og landnyrðingi, seinni frískar hann vindin upp í ein strúk. Framvegis skýggjað og eitt sindur av regni viðhvørt og hitin millum 4 og 8 stig. Veðrið hósdagin og fríggjadagin: Gul til stívt andøvsgul av norði og landnyrðingi, seinni snarar hann í vestan og útsynning og minkar vindin nakað. Regn av og á og hitin millum 4 og 8 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Lot til andøvsgul av suðri og útsynningi og sum frálíður yvirhøvur turt veður. Hitin millum 4 og 8 stig. Í gjár: Eitt hátrýst, meira enn 1025 hPa. frá Suður-Noregi til Danmarkar fer spakuliga í landsynning. Eitt lágtrýst, 1005 hPa. sunnanfyri Ísland fer í landnyrðing til Norska Havið. Brúgvalagið haðani yvir Føroyum stendur mestsum í stað. Í dag: Eitt annað lágtrýst, 990 hPa. sunnanfyri Írland fer komandi dagarnar í ein norðan tætt eysturum Ísland. Brúgvaløgini haðani kunnu framm móti vikuskiftinum geva eitt sindur av regni av og á. Hósdagur 6. november 1997 Thor bjargaði útgerðini hjá Geo Arctic Føroyingar hava verið í oljuvinnuni eina tíð, og okkurt føroyskt skip hevur gjørt seg galdandi í seismikskjótingini Í illverðrinum í september mánaða misti seismikskipið Geo Arctic kaðalútgerð fyri fleiri milliónir krónur. Seinni varð útgerðin tó funnin aftur og bjargað. Sosialurin skrivaði um hetta. Men tað, sum blaðið ikki visti tá, var, at tað var føroyska skipið Thor úr Hósvík, sum bjargaði útgerðini. Partafelagið Thor í Hósvík, sum eigur millum annað Thor, hevði avtalu um vaktarhald hjá seismikskipinum Geo Arctic. Til at røkja hesa uppgávuna varð North Star úr Klaksvík leigað. Men av tí, at North Star fekk eitthvørt brek, sum skuldi umvælast, varð Thor, sum annars fiskar svartkalva, tikin úr fiskiskapi og virkaði sum vaktarskip nakrar dagar. Og tað var júst í hesum tíðarskeiðnum, at kaðalútgerðin varð afturfunnin og dreggjað uppaftur. Fyri hetta arbeiðið hevur manningin á Thor fingið heilsu frá felagnum, sum eigur seismikskipið, sum misti hesa dýru útgerðina. Annars hevur Partafelagið Thor seinni keypt tann í Føroyum so kenda Lars A Kruse, sum seinastu tíðina hevur røkt vaktarhaldið, sum orsakað av hesum óhappinum við kaðalútgerðini gjørdist eitt sindur drúgvari, enn ætlað. Hetta arbeiðið er nú liðugt, og Lars A Kruse liggur í løtuni, meðan roynt verður at finna annað arbeiði til hansara. Áhugi er fyri tunfiskaveiðu Fiskivinnuumsitingin hevur fingið fleiri umsóknir frá monnum, sum hava áhuga fyri at fiska tunfisk undir Føroyum Japanska tunfiskaævintýrið sunnan fyri tykist av álvara at hava borið við í Føroyum. Fiskivinnuumsitingin í Tinganesi hevur fingið umleið 10 umsóknir um at sleppa at fiska tunfisk. Men teir, sum søkt hava, mugu brynja seg við toli, tí einki loyvi verður givið fyribils, verður sagt av Fiskivinnuumsitingini. Tað eru menn, sum undrast á, at teir hava fingið noktandi svar til umsóknir um at sleppa at fiska tunfisk undir Føroyum, tá vit síggja, at japansk skip fáa tað at bera til. Men Andras Kristiansen á Fiskivinnuumsitingini í Tinganesi, sigur, at tað er ikki heilt rætt, at avslag er givið. Tað, sum sagt verður í skrivinum, menn hava fingið, er, at teir verða biðnir um at bíða, til altjóða samráðingar um tunfiskaveiðu hava verið. Hesar byrja í spanska høvuðsstaðnum Madrid tann 13. november, og har verða føroyingar umboðaðir. Kaj P Mortensen, fiskivinnustjóri fer at umboða Føroyar á fundinum. Tað er soleiðis, sigur Andras Kristiansen á Fiskivinnuumsitingini í Tinganesi, at japanarar sita so at siga á øllum tunfiskamarknaðinum. Og tað er ógvuliga ringt at koma inn á hendan marknað. Japanarar keypa ikki tunfisk frá nøkrum, sum ikki fiskar sambært altjóða góðkendum sáttmála, og tí er ógvuliga umráðandi hjá frøoyingum at fá eina altjóða góðkenda fiskiveiðiavtalu á økinum, sigur Andras Kristiansen. Føroyingar fara á fundinum í Madrid at royna at vinna okkum søgulig rættindi, við millum annað at vísa á, at fiskurin ferðast í okkara sjógvi, og at vit tí eiga natúrligan rætt at veiða hann. Vit skulu stutt sagt fyri altjóða samfelagnum prógva, at vit eiga hendan fiskin. Og av tí, at hetta er eitt so viðbreki mál, hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, John Petersen, avgjørt ikki at geva nakað fiskiloyvi fyribils. Annars er lagt upp til nærri samstarv við japanarar á hesum økinum. Sum kunnugt hava tvey skip fiskað tunfisk á føroyskum øki seinastu tíðina. Og um vikuskiftið kom eitt japanskt skip afturat í føroyskan sjógv at fiska. Hetta er eitt skip, sum avtala varð gjørd við í fjør, men sum av ymsum orsøkum ongantíð kom, sigur Andras Kristiansen. Men tá teir nú sóu, hvussu væl tað gekk hjá hinum báðum fyrstu tíðina, høvdu teir hug at royna, hóast væl er útliðið. Eisini taiwanesarar hava bankað á dyrnar, sigur Andras Kristiansen, men enn er einki komið burtur úr nøkrum samstarvi tann vegin. Tað frættist, at onnur skip, enn tey, sum loyvi hava, hava verið innan fyri føroyska markið. Men eftir, at eftirlitsmenninir við teimum báðum japansku skipunum høvdu talað at, rýmdu hesi skipini. Elmar Højgaard, leiðari á Vaktar- og Bjargingartænastuni, sigur, at teir hava hoyrt um, at hesi skipini hava verið inni á føroyskum øki. Fyri einum 14 døgum síðani, sóu eygleiðararnir, Vaktar- og Bjargingartænastan hevur umborð á teimum japansku skipunum, sum hava loyvi at fiska, okkurt fremmant skip í føroyskum sjógvi. Tey fingu boð um at fara út aftur, og tað gjørdu tey beinanvegin. Elmar Højgaard sigur, at hóast tey vóru innan fyri markið, var einki, sum bendi á, at tey fiskaðu. Hesi skipini seta nógvan reiðskap, einar 70 75 fjórðingar av línu, og tað tekur meginpartin av einum samdøgri at draga hetta aftur. So tað hevði borið til at sæð tað, um reiðskapurin stóð. Elmar Højgaard sigur, at Vaktar- og Bjargingartænastan hevur verið á økinum, onkuntíð í longri tíð í senn, og kannað, um skipini halda seg uttan fyri. Og teir hava onki merkt til, at ikki alt er, sum tað eigur. Heldur ikki danska sjóverjuflogfarið, sum dagliga flýgur yvir økinum, hevur varnast nakað óregluligt. Annars hevur Vaktar- og Bjargingartænastan fingið ein eygleiðara meira suður á økið, nú tað triðja japanska skipið er farið at fiska har. Og hesir eygleiðararnir virka eisini sum eitt slag av sjóverju. Føroyingar fáa allar upplýsingar frá japanarunum, sum vit hava avtlað, sigur Elmar Højgaard, leiðari á Vaktar- og Bjargingartænastuni. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Eyðun Klakkstein Fyrsti finalisturin til songrøddkappingina funnin Fyrsta umfarið í Songrøddkappingini 1997 var á Tvøroyri leygarkvøldið. Kappingin í Klaksvík er nú avlýst Nú er fyrsti vinnarin í Songrødd kappingini 1997 funnin. Fyrsta umfar var á Tvøroyri leygarkvøldið, og vinnari gjørdist Michelle Carlsson úr Sumba. Tiltakið, sum var í TB-húsinum, eydnaðist stak væl, og fleiri enn 400 fólk vóru til tiltakið. Sjálv sangkappingin er partur av dansikvøldi, har nýggjastu dansitónarnir verða spældir. Fimm fólk vóru við í kappingini á Tvøroyri, men bert tríggjar framførslur vóru, tí trý av fólkunum vóru saman um eina sangin. Michelle Carlsson, sum vann, sang Unbreak my heart hjá Toni Braxton. FC-stjórin vælnøgdur Páll Arge, sum við fyritøku sín, FC, skipar fyri songrøddkappingini, er væl nøgdur við fyrstu innleiðandi kappingina. ­ Alt gekk uppá stás á Tvøroyri. Fólk tóku sera væl undir við kappingini, og tey sum vóru við í kappingini, sungu øll sera væl, sigur hann. ­ Tað var trupult at finna vinnaran, og eftir at vit høvdu talt atkvøðurnar hjá dómarunum, vóru bert heilt fá stig millum allar luttakararnar. Møguleiki er framvegis hjá tí, sum var næstbest á Tvøroyri, at sleppa við til finaluna, tí tá øll innleiðandi umførini hava verið, verða tvey teir bestu tveyarnir valdir, og teir sleppa eisini við til finaluna. Framhaldandi gongdin í kappingini liggur ikki heilt fast, tí onnur tónleikatiltøk bresta saman við songrøddkappingna. 22. november var ætlanin at hava innleiðandi kappingina í Havn, men hon verður helst flutt til fríggjakvøldið fyri, tí leygarkvøldið spæla heimskendu The Commitments í Havn. Um tvær vikur verður helst farið í Vágarnar at hava innleiðandi kappingina har, men kappingin, sum skuldi vera í Klaksvík, er nú avlýst. 6. desember er ætlanin at hava innleiðandi kappingina á Kambsdali, og tað verður eftir øllum at døma eitt rimmar kvøld, tí Moirae skal eisini spæla hetta kvøldið. ­ Vit ætla so skjótt, sum tað er gjørligt, at leggja skránna fyri restina av kappingina fasta. Tað eru nógv viðurskiftið, sum skulu passa saman, men vit arbeiða í løtuni miðvíst fyri at fáa alt uppá pláss, sigur Páll Arge Talan er ikki um at broyta dagin, tá finalan skal verða, og enn sum áður er hon sett til leygarkvøldið 13. desember. Finalan verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Eyðun Klakkstein Moirae gevur smakkroynd í Club 20 Fara at spæla skránna, sum teir skulu brúka á konsertferð í Finlandi Fríggjadagin fer føroyski rockbólkurin Moirae til Finlands at spæla, men áðrenn teir fara, fáa føroyskir áhoyrarar høvi at hoyra skránna, sum bólkurin skal spæla eftir í Finlandi. Hetta verður í Club 20 í Havn í kvøld. Tá fer Moira at spæla til eitt serligt livekvøld á dansistaðnum, og tað verður eitt slag av aðalroynd hjá bólkinum áðrenn ferðina til Finlands. Club 20 hevur havt tað sum afturvendandi tátt, at hóskvøld hevur verið livekvøld, har føroyskir ­ og onkuntíð útlendskir ­ bólkar hava spælt. Í kvødl verður byrjað stundisliga klokkan 22.00 og opið er til midnátt. Moirae hevur ikki verið nógv frammi seinastu tíðina, og tað skal síggjast í ljósinum av, at teir hava vant nógv til ferðina til Finlands. Teir hava tikið fleiri nýggjar sangir við í skránna og teir spæla eisini fleiri av sangunum, sum vóru á útgávuni hjá Føstufressum. Moirae fer av landinum fríggjadagin og longu leygardagin skulu teir á pallin í Helsinki. Tá fara teir at spæla á einum stórum konsertkvøldið, sum er endin av eini ungdómsráðstevnu, har 3000 ungdómar hava verið við. Mánakvøldið spælir Moirae í einum mentanarhúsið í Helsinki, áðrenn leiðin síðani verður løgd til Keypmannahavnar, har teir spæla í Føroyahúsinum leygarkvøldið 15. november. Tá bólkurin kemur aftur til Føroya fer hann at ferðast her í landinum, og fyrsta konsertin í Føroyum verður á Kambsdali leygarkvøldið 6. desember, tá Moirae og tiltakið Songrøddin sláa seg saman til eitt rimmarkvøld á Kambsdali. Men fyrsti møguleikin at hoyra nýggju løgini hjá Moirae er í Club 20 frá klokkan 22.00 í kvøld Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Frá visión til veruleika Framtíðin hevur nógv spennandi at bjóða eisini á akfarsøkinum. Men at vit um aldarskifti fara at fáa eina motorsúkklu við taki, trygdarselum, ABS-bremsum og airbag, sum vit kunnu koyra uttan at nýta fallhjálm, tá lóðar utopiskt, men sambært BMW-framleiðarunum er talan um veruleika Motorsúkkla ella bilur Í øllum førum hevur akfarið tak, rút við viskara, trygdarselar men bert tvinni hjól. Men lættari verður at finna parkeringspláss í stórbýnum, tí C1, sum akfarið eitur er tveir metrar til longdar og 76 cm breitt BMW er nú farið undir at freimleiða eitt púra nýtt akfar. Nei, talan er ikki um ein nýggjan bil men heldur ikki um eina motorsúkklu, um lesarin skuldi fingið mistanka til tað eftir at hava sæð myndirnar omanfyri. Akfarið hevur bæði tak og trygdarselar, men ein bilur er talan kortini ikki um, tí akfarið hevur bert tvey hjól. Nei, talan er um eitt nýtt akfar, ein city-mobil ella ein auto-roller um vit kunnu loyva okkum at nýta heitið. Navnið er C1, og á vári ár 2000 verður hetta brigdi av einum bili ella motorsúkklu veruleiki á vegunum. Hugskotið hevur verið at gera eitt akfar, sum kann vera tað næsta ella triðja hjá familjuni. Eitt akfar, sum er lætt at koma fram við í býnum, sum er trygt at koyra í, og sum er umhvørvisvinarligt. Og tað tykist vera eydnast BMW. C1 er góðar tveir metrar til longdar og 76 cm breiður. Tú sleppur undan at finna parkeringspláss. Akfarið verður rímiliga bíligt at útvega sær, vegskatturin verður lítil, trygging og tænastukostnaður lutvís lítil, og akfarið kann koyra millum 25 og 33 km upp á liturin av bensini. Aftur at øllum hesum kemur, at tey sekstan ára gomlu í teimum felstu ES-londunum sleppa at koyra hetta akfarið, tí motorurin er ikki størri enn 125 ccm og hevur ikki fleiri enn 15 hestakreftir. Trygt sum í bili Men tað forkunnugusta við C1 er uttan iva tryggleikin. Førarin situr inni í einum trygdarkliva gjørdur av eini sterkari aluminiumsrammu. Í fremra partinum av hesi rammu er innbygdur stoytfangari, sum saman við sentrala stellbjálkanum gera, at orkan spreiðist í einum møguligum samanstoyti. Aftur at øllum hesum situr førarin fast spentur í tveimum trygdarselum bæði í einum tvey-punkts- og einum trý-punktssela. Selarnir krossast á bringuni. Krasjroyndir hava víst, at C1 veitir somu verju sum ein lítil bilur í frontalum samanstoyti. Við stoyti á síðuna ella aftanifrá gevur C1 eina verju, sum er størri enn hjá nøkrum øðrum tvey-hjólaðum akfari. Annars eru ætlanir um, at C1 eisini skal hava eina airbag. C1 kann koyrast uttan fallhjálm Samansetingin av trygdarkliva og trygdarsela merkir, at tú kanst koyra C1 uttan fallhjálm. Í øllum førum fer fallhjálmurin ikki at økja trygdina. Tí fer BMW at søkja týska ferðslumálaráðið um at loyvi verður givið til at koyra C1 uttan fallhjálm. Fyri at trygdin skal vera enn betur, hevur C1 skivubremsur bæði aftan og framman, og ABS-bremsur fáast eisini sum eykaútgerð. BMW var fyrsta verksmiðjan sum kom á marknaðin við ABS-bremsum til motorsúkklur, og hava teir tí nógvan kunnleika um hesa tøkni. Tá tú situr í C1 hevur tú sama útsýni, sum um tú situr í einum bili og í øllum veðri. Í boylanum er ein vindeygaskermur stoyptur fastur, og ein stórur viskari, sum heldur rútin frían fyri regndroparnar. Motorurin er innkapslaður, vatnkøldur og tískil ljóðveikur eittsýlidara 4-taktsmotorur upp á 125 ccm og 15 HK, sum megnar at fáa C1 upp á eina ferð upp á 100 km/t. Orkuveitingin til bakhjólið fer gjøgnum eitt trinleyst reimtrekk. Aftanfyri húsið er pláss til viðføri kanska til eina tasku. Men har ber eisini til at hava eitt ferðafólk, um neyðugu fóthvílararnir verða monteraðir á C1. Men tann ferðandi situr sjálvandi ikki so trygt, sum førarin. Lættari at parkera Tá nú BMW-verksmiðjurnar leggja so stóran dent á eitt framleiða eitt øðrvísi akfar, sum C1 er tað tí, at tað upp gjøgnum 90'ini hevur verið vaksandi áhugi fyri teimum tveyhjólaðu akførunum og ikki bert til frítíðarítriv men eisin í aðrar mátar. Fleiri hundratúsund, ið arbeiða á skrivstovu í stórbýnum, hava fyri langari tíð síðani fingið sær tveyhjólaða akfarið fyri lættari at kunna parkera. Frá og við aldarskiftinum fáa øll hesi og mong onnur við, hetta høvi at koyra C1... Áki Bertholdsen Tað er sum um eg bara havi havt marruna Marjun Dahl og húski hennara eru loksins sloppin til Danmarkar eftir at hava livað undir strangari politiverju í Argentina í næstan fimm mánaðir, tí tey vórðu hótt við lívinum. Tað er ein ófatiligur lætti. Men samstundis er tað so óveruligt. Tað er sum um eg bara havi havt marruna, og at eg einaferð vakni aftur, og so er einki av hesum hent og alt er við tað gamla. Ein tung byrða er tikin av herðunum á havnarkonuni, Marjuni Dahl, og øllum húski hennara. Hon, maður hennara, og báðar døturnar, eru loksins sloppin til Danmarkar eftir at hava liva næstan í húsavarðhaldi, undir strangari politiverju í Argentina nú í næstan fimm mánaðir. Tey komu til Keypmannahavnar fríggjakvøldið og eru flutt inn í eitt lítið gestakamar í enum studentabýli í Keypmannahavn. Takið verður nú at finna eina íbúð, og síðani arbeiði, so at tey sleppa aftur at liva eitt vanligt lív. Sjálv er Marjun sjúkrasystir og roknar við at fáa arbeiði. Tað ringasta er børnini. Hetta hevur verið ein ómetaliga trupul tíð hjá teimum. Tá ið tær eru afturkomnar úr skúlanum, eru dyrnar blivnar læstar so at tær eru ikki slopnar útaftur. Og tá ið foreldrini eru nervøs, verða børnini tað eisini Tí verður tað fyrsta at royna at fáa tey, og okkum sjálvi, at fella til ró aftur, sigur Marjun í telefonini úr Keypmannahavn. Komu í ringa neyð Marjun, og argentinski maður hennara, hava búð í Argentina nøkur ár. Trupulleikar teirra tóku seg upp í summar, tá ið ein hópgrøv frá einaræðistíðini varð funnin í heimbýi teirra, Cordoba. Fregnartænastutjórin í landspartinum. Carlos Yanichelli varð settur í samband við morðini. Tá fortaldi Luis Urquiza, maður Marjuna einaferð enn frá sínum royndum av hesum sama Yanichelli. Undir einaræðinum varð maður Marjuna settur fastur av politiskum áðum, og hann hevur áður greitt frá, at hann kendi Yanichelli aftur, sum ein av bøðlunum, ið píndu hann. Men tey komu í rættiliga neyð, tá ið hann nú endurtók tað fyri fjølmiðlum, hann vitsti um Yanichelli. Tí stutt eftir blivu tey hótt við lívinum. Tað hendi soleiðis, at ókend fólk ringdu til teirra fleiri ferðir við hóttanum, sum ikki vóru til at misskilja "Nú verður tað skjótt, vit koma eftir tykkum, og "nú verður tað ikki leingi fortelur Marjun, at tey vórðu hótt í telefonini. Av ringum royndum vita tey, at tann gamla gardan frá einaræðistíðini langt frá er skúgvað til viks enn. Ein kanning, sum nýliga er gjørd í Argentina vísti, at heilt nógvir politistar og fregnartænastumenn frá einaræðistíðini eru enn í størvum sínum, summir enntá í heilt høgum størvum. Tí tóku Marjun og tey hóttanirnar í størsta álvara og settu seg í samband ivið donsku sendistovuna í Buenos Aires. Eisini danska sendistovan tók málið í so stórum álvara, at syrgt varð fyri, at politistar skuldu standa á varðhaldi uttanfyri hús teirra dag sum nátt. Í skúlanum, døtur teirra gingu í, varð vaktarhaldið styrkt. Eina kiosk høvdu tey, men hana máttu tey lata aftur, tí ongin tordi at keypa frá teimum, tí tey vóru umgyrd av politistum alla tíðina. Samstundis varð fór sendistovan at reika fyri so at tey sluppu úr Argentina, og aftur til Danmarkar. Og fríggjakvøldið komu tey so til Danmarkar. Nógv varð gjørt burturúr fráferðini úr Argentina. Tveir embætismenn av donsku sendistovuni í Buenos Aires komu til Cordoba eftir teimum og koyrdu tey á flogvøllin í einum bilafylgi við trimum bilum. Við vóru eisini fleiri politistar frá samveldispolitinum. Á flogvøllinum vórðu tey sett í rúm fyri seg sjálvi at bíða eftir flogfarinum. Tey vóru siðani koyrd heilt út til flogfarið. Í Buenos Aires stóð sjálvur sendiharrin fyri teimum, tey vórðu fyrst koyrd á skrivstovuna, uttanríkismálaráðið hevur á flogvøllinum, og síðani aftur í eitt annað rúm fyri seg sjálvi at bíða eftir flogfarinum. Tey vóru síðani koyrd í bili heilt út til flogfarið. Haðani gekk leiðin til Amsterdam, og síðani til Keypmannahavnar. Tey fingu næstan onki við av tí sindri, tey áttu. Vit stúvaðu so nógv vit kundu inn í eitt verilsi í húsum okkara og læstu so. Hvussu verður við øllum, vita vit ikki nú. Kanska fáa vit leiga tað út, ella selt, tað, ella má tað bara vera harvið. Ein lætti Marjun Dahl sigur, at tað er ein harrans lætti at verða komin aftur til Keypmannahavn. Tað hevur verið ómetaliga strævið at búgva undir so ringum umstøðum, sum tey hava búð undir hesar seinastu mánaðirnar. Serliga hesar seinastu vikurnar vóru harðar, tí fyri stuttum varð ein kona funnin myrd uttanfyri Cordoba, og sagt varð fyri vist, at talan var um eitt politiskt morð, og tað varð eisini sett í sambandi við henda sama Yanichelli. Hon sigur, at ringast hevur tað verið fyri børnini, tí tey hava eisini verið merkt av, at okkurt er galið. Og tey eru eisini kedd av av flyta frá tí lívi, tey høvdu í Argentina. Tí nú eru ikki utlit til, at tey síggja heimlandið aftur við bræði. Tað skal sanniliga nógv henda, áðrenn vit fara yviraftur, sigur Marjun. Takkar øllum Síðani Sosialurin tók málið upp fyrr í heyst, hevur ein hópur av føroyingum gjørt vart við seg hjá argentinsku myndugleikunum og heitt á teir um at síggja til, at Marjun og tey sluppu av landinum í øllum góðum. Marjun sigur, at hesar áheitanir hava alstóran týdning í málum sum hesum, tí ofta tora illgerðarmenninir ikki at gera nakað, um teir vita, at fólk heldur eyguni við teimum. Marjun sigur, at hon, maðurin Luis, og døturnar Christina og Cecilia, vilja fegin nýta hetta høvi at takka øllum hjartaliga fyri hjálpina. Dupultkonsert í Ítróttarhøllini á Hálsi tann 29. nov. Systkini Maria og Regin Guttesen við hvør sínum tónleikabólki Fyri fyrstu ferð í Føroyum skulu Maria og Regin framføra síni egnu verk sama kvøld og sama stað. Tá ð bæði systkini í løtuni eru í toppformi, verður lagt upp til eina konsert sum helst skuldi verið ógloymandi fyri bæði Mariu, Regin og áhoyrararnar. Tónleikararnir hjá Regini vera úr Svøríki, Danmark og Føroyum. Tey eru: Jákup Zachariassen og Parry Stenstrup guitar. Lasse Lauritsen saxofon. Jan Zachariassen bass. Jonas Jeberg trummir. Malin Zachariassen, Nomi Andreasen og Heine Lützen kór. Tónleikararnir Maria hevur við sær, koma úr Danmark og Norra og tey eru: Jacob Højland keyboard. Sune Hånsbæk guitar. Lasse Lauritsen saxofon. Morten Tandrup bass. Kjell Håkon Aalvik trummir. Liv Grødal kór. Inge Johnsen kór. Tónleikaskráin hjá Regini vera løg frá fløguni Writing you a song, sum flestu føroyingar ivaleyst hava hoyrt nógv til teir seinastu mánaðirnar, ja hansara fyrsta solo fløga. Skráin hjá Mariu verður ein blanding av nýggjum og gomlum løgum hon sjálv hevur skrivað. Sjálvandi verður onkur gamal klassikari sum t.d. Time after Time hjá Cindy Lauper. Stílurin hjá Mariu er inspireraður av soul, popp og gospel. Regin og Maria fara eisini at framføra duettina Chain around my Heart sum tey syngja saman á fløguni hjá Mariu Where it all begins. Men nú verður møguleiki at hoyra Regin og Mariu syngja saman, LIVE. Konsertin verður í Ítróttarhøllini á Hálsi, leygarkvøldið tann 29. november kl. 20. Leo Poulsen Luttøkan í borðtenniskappingini tvífaldað síðani í fjør Borðtennis: Fyrsta umfar av landskappingini í borðtennis varð hildið um vikuskiftið suðuri í høllini í Trongisvági. 71 lið eru meldað til í ár, og er hetta meiri enn tvífalt talið av liðum í fjør Í vár fór Borðtennissamband Føroya undir eitt tiltak til tess at økja um áhugan fyri borðtennis kring landið. Tiltakið gekk út uppá at vitja í bygdum og økjum, har einki borðtennis framman undan er, og har royna at kveikja áhugan fyri hesi ítróttargrein. Tiltakið er enn á byrjunarstigi, men annað av feløgunum, ið vitjað var, er Royn í Hvalba. Har gjørdist undirtøkan so góð, at felagið til kappingina í ár hevur meldað ikki minni enn 17 lið til. Hetta er meiri enn nakað annað felag, og er Royn tískil størsta borðtennisfelag í landinum ­ eftir at hava virkað innan hesa ítróttargrein í bert fáar mánaðir. Og úrslitið hjá felagnum í fyrsta umfarinum í landskappingini í ár vísir greitt, at ongum tørvar at óttast fyri avsmurningi, hóast vant hevur verið stutt. Í yngru deildunum sjálvandi. Tí har eru øll meiri ella minni í somu støðu hvat venjing viðvíkur. Langur leygardagur Lagt var fyri leygarmorgunin við yngstu deildunum, piltum, smádreingjum, pinkum og smágentum. Byrjað var kl. 9 og framman undan varð mett, at hetta fór at vera liðugt um 1-tíðina. Men ovurhonds stóra luttakaratalið gjørdi, at kappingarnevnd BTSF's eins og øll onnur vórðu tikin á bóli, og leikt var líka til klokkan var farin av 8 um kvøldið. Men hóast hetta, var framvegis neyðugt at bíta umfarið upp í tvey soleiðis, at øll ikki spældu móti øllum, sum vanligt er, men restin av umfarinum má takast til næstu kapping. Sjálvt um talan sostatt í summum førum gjørdist til kapping í 11 tímar, vóru børnini stak hugagóð. Eisini var stuttligt at síggja, hvussu góð úrslit Royn fekk í yngru deildunum, og vísir hetta, at ongum tørvast at óttast fyri at luttaka, tó at tey kanska nýliga eru byrjað at venja. Serliga í yngstu deildunum, pinkum og piltum, stóð Royn lítið og einki aftanfyri hini feløgini. Einki er at ivast í, at góða úrslitið hjá Royn hevur eggjað Borðtennissambandinum í at halda fram við arbeiðinum at økja um áhugan fyri borðtennis. Málið er í fyrsta umfari at fáa kappingina at umfata í minsta lagi 100 lið, og tá tað við einum felag hevur eydnast at tvífalda luttakaratalið, má hetta geva góðar vónir frameftir. Eisini um leygardagurin í hesum førinum gjørdist heldur langur. Størri kapping í meðaldeildini Stóri trupulleikin í løtuni innan borðtennis er, at lopið frá teimum bestu ­ meistaradeildini ­ til teir næstbestu er alt ov stórt. Føroyskt borðtennis hevur nú í mong ár havt eina elitu og eina ov lítla breidd, men gloppið harímillum hevur verið risastórt. Átrokandi neyðugt hevur tí verið at bøtt um hetta, og eisini her hevur BTFS sett skjøtil á. Men avgjørt er at seta megina inn í yngru deildunum, tvs. smádreingir-dreingir, so helst fara eini 3-4 ár at ganga, áðrenn ein nýggj elita tekur við. Við hesum í huga var eisini sera spennandi at síggja, hvussu vitjanin hjá BTSF í Vágunum fór at hilnast, tí har var stóra luttakaratalið í aldrinum 16-20 ár. Tíverri var SÍF ikki umboðað í fyrsta umfarinum í Trongisvági, men BTSF vónar, at felagið kemur við til næstu kappingina, sum verður ein opin kapping seinast í hesum mánaðinum. Kortini vísti tað seg, at luttøkan í meðaldeildini er væl størri í ár enn í fjør. Seinasta kappingarár vóru bert 3 lið við, meðan tað í ár vóru 6 lið, sum luttóku. Hetta ger sjálvandi kappingina meiri áhugaverda og spennandi. Kvinnuunglingar fyri fyrstu ferð Sum nevnt er størsti trupulleikin í bestu deildunum. Elitan innan mansborðtennis telur einar 8 leikarar, og hóast roynt nú verður við 2-mans liðum í meistaradeildini, luttóku bert tvey lið í fyrsta umfarinum. Hetta er eitt lið minni enn í fjør. Sama ger seg galdandi í meistaradeildini hjá kvinnum, har somuleiðis bert tvey lið luttóku. Hjá kvinnunum hevur tað tó helst havt týdning, at kvinnuunglingadeildin fyri fyrstu ferð luttók í ár. Har vóru trý lið, og gevur hetta jú 5 tilsamans. Høvdu øll hesi luttikið í meistaradeildini, hevði hon verið størri enn kanska nakrantíð. Men eisini her var mett, at lopið frá gentum upp til meistaradeild var í so langt ­ kvinnurnar hava ongatíð havt meðaldeild ­ og tí var avgjørt at royna eina kvinnuunglingadeild. Hetta kann frameftir fara at ávirka gongdina rætta vegin. Men sum heild má sigast, at fyrsta umfarið í FM fyri lið hepnaðist væl, og tað eru nógv ár síðani at útvið 200 luttakarar eru savnaðir saman um eina borðtenniskapping. Leo Poulsen Borðtennishagtøl Borðtennis: Úrslit og støður eftir liðkappingina á Tvøroyri Úrslit Pinkur: Streymur B-Royn B 10-0 NÍF-Streymur C 9-1 Royn B-Streymur A 0-10 Royn A-Streymur A 0-10 Royn C-Streymur B 1-9 Streymur C-Royn C 3-7 Royn A-NÍF 9-1 Streymur A-Royn C 10-0 NÍF-Royn B 5-5 Royn A-Streymur B 7-3 Smágentur: NÍF-OyÍF B 0-10 OyÍF B-Royn 10-0 Royn-OyÍF A 0-10 Streymur-OyÍF B 4-6 NÍF-Streymur 0-10 NÍF-OyÍF A 0-10 Royn-Streymur 1-9 Streymur-OyÍF A 0-10 Gentur: NÍF-Royn 10-0 Royn-Streymur 0-10 Streymur-NÍF 10-0 Kvinnuunglingar: Royn-NÍF/OyÍF 0-10 TBF-Royn 10-0 NÍF/OyÍF-TBF 5-5 Kvinnur: Streymur-TBF 3-2 Piltar: Royn B-Streymur B 10-0 Streymur A-Royn A 8-2 Royn C-NÍF/TBF 2-8 Royn B-Streymur A 0-10 Royn D-Streymur B 9-1 Royn C-Royn D 8-2 Royn A-NÍF/TBF 1-9 Smádreingir: TÓR B-NÍF A 6-4 TÓR A-TÓR B 9-1 Royn A-Royn B 7-3 TBF-NÍF B 10-0 NÍF A-Royn B 6-4 NÍF B-TÓR B 3-7 TÓR A-TBF 7-3 TÓR B-Royn A 7-3 NÍF B-Royn B 0-10 NÍF A-TÓR A 1-9 TBF-Royn A 10-0 Dreingir: Royn-NÍF 4-1 TÓR-Streymur 5-0 TÓR-NÍF 5-0 Streymur-NÍF 5-0 TÓR-Royn 5-0 Royn-Streymur 0-5 Unglingar: TBF A-TBF B 5-0 TBF A-Streymur/Royn 5-0 TBF B-Streymur/Royn 2-3 Meðaldeild: NÍF A-TBF 2-3 NÍF A-NÍF B 5-0 TBF-Royn 5-0 OyÍF-TBF 4-1 Royn-OyÍF 0-5 NÍF A-OyÍF 1-4 NÍF B-Royn 5-0 NÍF A-Royn 5-0 TBF-NÍF B 5-0 Meistaradeild: TBF-TÓR 3-2 Støðan Pinkur: 1. Streymur A330-006 2. Streymur B322-084 3. Royn A316-144 4. NÍF315-154 5. Royn C38-222 6. Royn B35-251 7. Streymur C24-160 Smágentur: 1. OyÍF A330-006 2. OyÍF B326-046 3. Streymur423-174 4. Royn31-290 5. NÍF30-300 Gentur: 1. Streymur220-004 2. NÍF210-102 3. Royn 20-200 Kvinnuunglingar: 1. NÍF/OyÍF215-053 -. TBF215-053 3. Royn20-200 Kvinnur: 1. Streymur13-22 2. TBF12-32 Piltar: 1. Streymur A218-024 2. NÍF/TBF217-034 3. Royn D211-092 4. Royn B210-102 5. Royn C210-102 6. Royn A23-170 7. Streymur B21-190 Smádreingir: 1. TÓR A325-056 2. TÓR B421-196 3. TBF323-074 4. Royn B317-132 5. NÍF A311-192 6. Royn A310-202 7. NÍF B33-270 Dreingir: 1. TÓR315-006 2. Streymur310-054 3. Royn34-112 4. NÍF31-140 Unglingar: 1. TBF A210-004 2. Streymur/Royn23-072 3. TBF B22-080 Meðaldeild: 1. OyÍF418-028 2. TBF414-066 3. NÍF A413-074 4. NÍF B45-152 5. Royn40-200 Meistaradeild: 1. TBF 13-22 2. TÓR 12-30 Leo Poulsen Føroysk borðtennisfólk til Íslands at kappast Borðtennis: Íslendingar hava boðið føroyingum við til kapping í Íslandi Borðtennissamband Føroya er boðið til Íslands 22. november at luttaka í eini kapping, sum íslendska sambandið skipar fyri í sambandi við, at BTÍ í ár hevur 25 ár á baki. Talan er um tvey 2-mans landslið hjá monnum og eitt hjá kvinnum. BTSF hevur gjørt av at taka ímóti innbjóðingini, men ikki er enn endaliga greitt, hvør fer at manna landsliðini. Farið verður avstað til Íslands fríggjadagin 21. november, og komið verður aftur mánadagin 24. Talan verður um eina 3-landa kapping, tí eisini Skotland er boðið við, og koma teir somuleiðis við tveimum 2-mansliðum og einum kvinnuliði. Liðkappingin verður leygardagin 22. november og sunnudagin verður so ein opin kapping. BTSF hevur annars havt eitt landsliðssamstarv við íslendingar í fleiri ár, og í vár vóru íslendingar í Føroyum við 5 landsliðum. Ætlanin er, at føroyingar skulu til Íslands komandi vár sum ein liður í hesum samstarvi. Eyðun Klakkstein Jens Martin Knudsen gjørt sáttmála við íslendskt felag Fótbóltur: Fer frá 1. mai næsta ár at spæla við Leiftur Jens Martin Knudsen skal royna seg í íslendskum fótbólti næsta kappingarár. Landsliðsmálverjin, við mestóra talinum av altjóða dystum, hevur nú skrivað undir sáttmála við íslendska felagið Leiftur, har Páll Guðlaugsson skal verða venjari næsta kappingarár. Jens Martin Knudsen hevur seinastu fimm árini spælt í GÍ, hóast hann er uppvaksin í NSÍ, men nú skiftir hann graslíkið í Gøtu út við gras í Íslandi. Fleiri føroysk feløg hava spurt seg fyri hjá málverjanum, og hann segði við Ítróttarsosialin leygardagin, at hann hevði fingið eitt serliga gott føroyskt tilboð. Eftir tí sum Sosialurin hevur fingið upplýst kom tað tilboðið frá júst NSÍ. Jens Martin Knudsen hevur fingið við í sáttmálan, at hann hoyrir til í GÍ fram til 1. mai. Tað vil siga at ein stórur partur av fyrireikingunum til íslendsku kappingina fer fram í Føroyum. Men Jens Martin skal til Íslands á venjingarlegur og fyri at spæla dystir við nýggja felagi sínum áðrenn hann fer yvir fyri at verða 1. mai. Íslendska kappingin byrjar í vár, og heldur so fram uttan steðg fram til september mánaða. Eisini Øssur Hansen og Uni Arge tosa við íslendska felagið, og tað liggur í luftini, at tað Jens Martin verður ikki einasti føroyski spælarin, sum fer til Íslands at royna seg. Eyðun Klakkstein AGF sent úr UEFA-Cup uttan at tapa Fótbóltur: Hetta er annað árið á rað, at danska felagið má gevast í europeiskari kapping uttan at hava tapt ein dyst Týskvøldið var seinasta norðurlendska liðið sent úr UEFA-Cup kappingini. Tað var danska liðið AGF, sum annað árið á rað, noyddist at gevast í europeiskari kapping uttan at hava tapt nakran dyst. Banamenninir hjá AGF vóru Twente úr Hollandi, sum hvørgu ferðina kláraðu at vinna á AGF. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1, og týskvøldið endaði 0-0. Tá siga lógirnar, at liðið, sum hevur gjørt flest mál á útivølli sleppur víðari, og tí gjørdist tá hollendska liðið, sum fór víðari til triðja umfar. Eyðun Klakkstein Føroyskur motorcross-meistari í Danmark Kappkoyring: Kenneth Danielsen úr Gøtu ger um seg við síni motorsúkklu í Danmark 13-ára gamli Kenneth Danielsen úr Gøtu ger rættiliga um seg í motorcross kappingum í Danmark. Kenneth, sum flutti til Danmarkar saman við foreldum sínum, Johan Danielsen og Juliannu Thomsen, tá hann var seks ára gamal, hevur koyrt á motorcross síðani hann var 10 ára gamal. Hann hevði í longri tíð plágað foreldrini hjá sær um at fáa eina motorcross, og tá hann so helt 10-ára føðingardagin fekk hann sítt ynski uppfylt, og síðani hevur hann ikki helmað í. Hann byrjaði at koyra á bananum í Høng, har hann býr, men har kundi hann bert koyra til hann var 12-ára gamal. Eftir tað flutti Kenneth til Svebølle Motorcrossklub og hann koyrir eisini í Midtsjællands Motorcrossklub. Kenneth kappast nú í bólkinum við motorcrossum við 80cc. Og har hevur hann staðið seg væl. Fyri kortum var kapping í felagnum, og har vann Kenneth við fullum stigatali og er tí besti koyrarin í sínum bólki í felagnum, har hann heldur til. 13-ára gamli føroyingurin hevur eisini vunnið sær rættin til at luttaka í Danmarksmeistaraheitinum í sínum bólki. Tá hann byrjaði at koyra við motorcrossini við 80cc fyri einum ári síðani, byrjaði hann í lægsta bólkinum, í C-bólkinum, men eftir bert seks kappingar hevur hann vunnið seg upp í B-bólkin, sum gevur møguleika fyri at verða við í DM. Jóannes Hansen FCK-venjarin: Vit sakna Toda Fótbóltur: Svenski venjarin sigur, at spælið hjá FCK má leggjast um, tá Todi ikki er við Danskir fjølmiðlar hava gjørt nógv burturúr, at tað mánadagin var greitt, at tíðindini, sum vit bóru fyri fleiri vikum síðani, um at Todi Jónsson ikki fer at spæla aftur í hesum árinum, eru staðfest sum ein óreingiligur veruleiki. FCK er eitt stórt felag, og har eru nógvir um boðið. Men áhugin fyri Toda Jónsson og skaðanum kundu bent á, at tað verður mett sum sera stórur smeitur, at føroyski álopsmaðurin ikki er við. Í gjár vandi FCK á venjingarvøllinum á Frederiksberg, og í døgurðasteðginum, áðrenn teir fóru í Parkina, har tíðindafundur skuldi vera klokkan eitt føroyska tíð, fingu vit fatur á venjaranum, sum sat í kantinuni og fekk sær ein bita. Hvassasta vápnið ­ Eg havi hoyrt, at tað er stórur áhugi fyri FCK í Føroyum, og tað gleðast vit sjálvsagt um. Og tað er einki at taka seg aftur í, at tit eiga ein framúr góðan álopsspælara her í felagnum. Eg eri rættiliga nýggjur her, og eg havi onga ávirkan havt á, at Todi varð keyptur til FCK í summar, men eg skal ikki dylja yvir, at tað er komið stak væl við hjá mær, at hann er her. Fyrstu dystirnar eftir summarsteðgin spældi hann framúr væl, og vit eru sera harmir um, at hann er noyddur at hyggja at ímóti Real Betis, segði Kent Karlsson, væl umtókti sviin í FCK, sum rættiliga hevur fingið skútuna á rættkjøl, eftir at hon alt síðsta kappingarár sigldi við stórari slagsíðu. Kent Karlsson er nógv virdur í Danmark fyri síni avrik. Í 1995 gjørdi hann Silkeborg til DM vinnarar fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Men hvat er tað, sum Todi kann gera, og sum hinir ikki megna at gera ­ Vit hava fleiri aðrar góðar álopsspælarar, men vit mugu staðfesta, at tað hevur ikki gingið so væl við málskjótingini, síðani Todi noyddist at gevast fyri nøkrum vikum síðani. Hann hevur nógvar dygdir, og serliga á útivølli, tá vit taptu 2-0 í Spania, var tað stórur saknur í hansara bóltførleika, skjótleika og máltevi. Noyddir at leggja um Kent Karlsson sigur, at síðani Todi Jónsson varð skaddur, hevur hann verið noyddur at broyta álopspartin hjá FCK: ­ Tað er eingin loyna, at mótstøðuliðini hava sera stóra virðing fyri Toda, og tá hann frammanundan skaðanum var á toppinum, ofraðu tey nógv fyri at halda honum burtur. Nú er Todi burtur, og tað er, um eg so má siga, ein lætti hjá mótstøðuverjunum, samstundis sum vit ikki kunnu dúva uppá kontraspælið á sama hátt, sum vit gjørdu, tá Todi var við. Trúgva uppá tað Tað verður roknað við, at tað fara ímillum tíggju og fimtan túsund fólk í Parkina í kvøld at hyggja at, hvussu FCK fer at standa seg ímóti Real Betis úr Sevilla. Í FCK halda teir, at um útgangsstøðan hevði verið betri enn 0-2, so høvdu fleiri komið, men venjarin sigur seg trúgva uppá møguleikan at koma víðari: ­ Eg rokni við, at spanska liðið fer at vera sera verjukent. Teir fara at verja um tað, teir vunnu í fyrra dystinum, og so fara teir at dúva uppá snarálop. Fyri okkum er tað alt avgerandi, at vit skora fyrsta málið. Skora teir fyrst, so punkterar spenningurin, tí so skulu vit gera fýra mál fyri at koma víðari. Men skora vit fyrst, so kann alt henda. Tað vil siga, at vit skulu bæði halda tætt og trýsta á fyri at gera mál. Men tá tit skulu leggja trýst á, og tað mesta kanska fer at ganga fyri seg frammanfyri málinum hjá gestunum, so verður saknurin ikki so stórur í Toda ­ Eg vil siga tað soleiðis, at saknurin var kanska størri í honum á útivølli, men dygdirnar hjá honum høvdu eisini verið góðar at havt í kvøld. Men hann er skaddur, og tað kunnu vit ikki gera meiri við, enn at vit hava syrgt fyri, at hann fær uppvenjing, sum vónandi ger, at hann verður tøkur fyrst í nýggja árinum. Tað hevði verið frálíkt, um vit og eisini Todi kundu spælt í næsta umfarinum í Europa Cup, sum verður fyrst í mars, endar Kent Karlsson úr Keypmannahavn. Framtaksgrunnurin skal skrásetast í Føroyum Í dag kemur uppskotið um Framtaksgrunnin til 2. viðgerð í tinginum. Verður uppskotið samtykt, so sum tað nú fyriliggur, skulu stórar broytingar gerast, í mun til ta virksemið, sum grunnurin hevur havt higartil Tað er ikki møguligt at fáa eina viðmerking frá Edmundi Joesen, løgmanni, um álitið hjá fíggjarnevndini um Framtaksgrunnin. Í løtuni kanna embætisfólkini álitið, og áðrenn teir hava mett um tað, verða ongar viðmerkingar gjørdar úti í Tinganesi. Í álitinum verður m.a. skotið upp, at broyta viðtøkurnar fyri grunnin soleiðis: Framtaksgrunnurin skal ikki frameftir veita nýggjar tilsagnir um eginpening ella ábyrgdarpening til feløg, sum grunnurin longu hevur fingið avgerandi ávirkan á. Broytingaruppskotið hevur tó onga ávirkan á tilsagnir, sum eru givnar, men setir bert avmarkingar fyri nýggjum tilsøgnum í verandi feløgum. Fíggjarnevndin heldur tað vera sera óheppið, at nevdarlimir í Framtaksgrunninum eisini eru nevndarlimir í feløgum, sum grunnurin veitir ella hevur veitt fíggjarligan stuðul. Nevndarlimir kunnu koma í tvístøðu Henda mannagongd er óheppin við tað, at nevndarlimirnir lættliga kunnu koma í tvístøðu, sum ger tað torført hjá teimum at skilja millum uppgávurnar sum ávikavist nevndarlim fyri grunnin og nevndarlim fyri tey feløg, sum grunnurin hevur sett pening í. Annað er, at tá nevndarlimur í Framtaksgrunninum samstundis eru nevndarlimir í feløgum, skúgvar tað til viks ta eftirlitsfunktión, sum aðalfundurin í teimum feløgum, har grunnurin hevur avgerandi ávirkan, eigur at hava mótvegis nevndini. Tá umboðini, sum sita í sjálvari nevndini eru tey somu, sum atkvøða á aðalfundinum, er vanliga skipanin við, at aðalfundurin kann gera ábyrgd galdandi móti nevndini fyri ársúrslit v.m. verður skúgvað til viks. Tí skýtur fíggjarnevndin upp, at Landsstýrið í tilsøgn síni til Framtaksgrunnin at umleggja lánspening til stovnsfæ, skal skipa so fyri, at viðtøkurnar verða broyttar soleiðis, at nevndarlimir í grunninum ikki samstundis kunnu verða nevndarlimir í feløgum, sum Framtaksgrunnurin hevur avgerandi ávirkan á. Tá Framtaksgrunnurin velur umboðan í nevndir í feløgum, sum grunnurin veitir ella hevur veitt fíggjarligan stuðul, skulu hesi umboð finnast uttan fyri grunnin. Sambært galdandi reglum sita nevndarlimir í Framtaksgrunninum í trý ár. Fíggjarnevndin mælir til at teir verða valdir fyri tvey ár í senn. Tó skal einki verða til hindurs fyri at nevndarlimir verða afturvaldir. Landsgrannskoðarin hevur upplýst fíggjarnevndini, at viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin ikki tryggja honum rætt til alt tilfar, sum neyðugt er fyri, at hann kann útinna sítt eftirlit við grunninum samsvarandi grein 7, stk. 1, 2. pkt. Eftirlit við grunninum Fíggjarnevndin skýtur tí upp at seta sum treyt fyri heimild Landsstýrisins, at grein 7, stk. 1, 2. pkt. verður broytt soleiðis, at Fíggareftirlitið og Grannskoðanardeild Landskassans umframt ársroknskap og frágreiðing um virksemi grunsins eisini skulu hava rætt til at fáa útflýgggjað alt tilfar, sum er neyðugt fyri, at hesir stovnar kunnu útinna sítt eftirlit við grunninum samsvarandi grein 7 í viðtøkunum. Annars mælir fíggjarnevndin til, at Framtaksgrunnurin skal skrásetast í Føroyum sum vinnurekandi grunnur, og virka sambært teimum reglum, sum lógin fyriskrivar. Allar kommunur á forsvarligum støði ár 2000 Javnaðarflokkurin hevur landsstevnu í Trongisvági um vikuskiftið, og verður m.a. kommunuskuldin á skránni, sigur Eyðólv Dimon, floksskrivari Vit vænta nógv fólk at koma á landsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum, sum hesaferð verður í Ítróttarhøllini í Trongisvági. Hetta sigur Eyðólv Dimon, sum er skrivari hjá Javnaðarflokkinum og tískil tekur sær av fyrireikingunum. Talan er um eina eykalandsstevnu. Tá vit fyrr í ár høvdu árligu landsstevnuna í Klaksvík, var ynski um at skipað varð fyri eini eykalandsstevnu, tí tað var ov lítil tíð at kjakast um politikk, tá tað organisatorsika arbeiðið tekur so drúgva tíð, sigur Eyðólv Dimon. Eisini verða nakrar lógarbroytingar á skránni, og tá krevst at tað er ein landsstevna, leggur hann afturat. Men tað er eisini fyri at brynja seg til valið, sum verður í seinasta lagið í juli komandi ár, og verður valskráin hjá flokkinum eisini á skránni. Floksleiðslan hevur verið saman tvær ferðir seinastu tíðini og viðgjørt valskránna, sum skal samtykkjast á landsstevnuni, sigur Eyðólv Dimon. Solidarisk loysn Valskráin verður á skránni fríggjakvøldið, tá formaður floksins, Jóannes Eidesgaard fer at leggja hana fram. Á skránni leygardagin verða ymisk evni. Floksstjórnin hevur skipað dagin í temaum. Eitt mál, sum flokkurin hevur arbeitt nógv við seinasta hálvtannað árið, er kommunupolitikkurin, og liggur eitt uppskot klárt. Hóast Eyðólv Dimon ikki vil siga, hvat stendur í uppskotinum, fyrr enn tað er viðgjørt á landsstevnuni, so sigur hann kortini, at málið um kommunuskuldina skilir seg nógv frá teirri kós, sum landsstýrismaðurin í kommunumálum, Eilif Samuelsen hevur stungið út í kortið. Vit eru ein flokkur, sum byggir sína hugsjón á samhaldsfesti, og tí kann flokkurin ikki ganga við til, at summar kommunur verða sleptar upp á fjall, sigur Eyðólv Dimon. Hann sigur, at verður tað soleiðis, sum uppskotið hjá Javnaðarflokkinum leggur upp til, so verða allar kommunurnar á einum forsvarligum búskaparligum støði ár 2000. Á skránni leygarmorgunin verður eisini oljupolitikkurin. Eyðólv Dimon sigur, at tað er av týdningi, at vit leggja viðurskiftini soleiðis til rættis, at oljvinnan kemur øllum til góðar, sigur hann. Seinni um dagin verður tað Vælferðarsamfelagið, sum verður á skránni. Sum útgangsstøði, tá vælferðarsamfelagið skal skipast, verður tann veiki borgarin. Vit gera ikki sum aðrir flokkar at vit taka útgangsstøði í tí, sum klárar seg væl, sigur hann. Sjálvstýrislóg til umrøðu Seinnapartin leygardagin fer ein gestarøðari at halda fyrilestur. Tað er hálvi føroyingurin, Louis Wilson úr Bretlandi. Meir er at lesa um hetta á síðu 7 Fiskivinnan og fiskiídnaðurin verður eisini á skránni seinnapartin. Vit eiga øll fiskiríkidømi, sum nú nakrir fáir kunnu keypa og selja. Hesum kunnu vit ikki taka undir við, sigur Eyðólv Dimon, sum kortini leggur dent á, at øll hesi viðurskifti kortini ikki kunnu sleppast leys tí ansanst má sjálvandi eftir, at farið verður fram við skili. Ríkisrættarligur viðurskiftini hava verið nógv umrødd seinnu tíðina, og tey fara javnaðarfólk eisini at umrøða í Trongisvági. Polariseringin millum samband og loysing er økt seinastu tíðina, og fara vit eisini at viðgera tann spurningin, sigur Eyðólv Dimon. Javnaðarflokkurin hevur seinastu árini tosað um at gera eina sjálvstýrislóg, og verður hon eisini umrødd, sigur Eyðólv Dimon. Nei til privatiseringar Privatiseringar hava eisini verið nógv umrøddar seinnu árini serliga síðani borgarliga samgongan tók við, sigur Eyðólv Dimon. Javnaðarflokkurin er ikki samdur við borgarligu flokkarnar um privatiseringarnar, sigur hann. Teir privatisera fiskiríkidømið, landsjørðina og almennu stovnarnar. Her tykir hugburðurin verða tann, at gevur ein almenn fyritøka yvirskot, so skal hon privatiserast. Men hetta er ikki rætt, sigur Eyðólv Dimon. Serliga umráðandi er tað eisini at tryggja, at eitt møguligt oljuríkidømi fer at koma øllum borgarunum til góðar, leggur hann afturat. Hann nevnir eisini ætlanirnar um at privatisera almenna bankan. Teir borgarligu vilja gera alt fyri at fáa bankan á privatar hendur aftur. Men vit eiga øll bankan, og vit hava øll verið við til at bjarga honum. Nú eru eisini partabrøvini niðurskrivað, so bíligari verður hjá onkrum privatum at keypa bankan, men hetta er ikki rættur politikkur, vísir Eyðólv Dimon á. Tá komið er gjøgnum øll evnini á landsstevnuni, verður frítt orðaskifti, har stevnuluttakararnir kunnu tosa um øll viðurskifti, sum teimum liggur á hjarta, sigur Eyðólv Dimon. Tvey broytingaruppskot eru til landsstevnuna hesaferð. Annað er av organisatoriskum slag, meðan hitt er um at flyta árligu landsstevnuna til heystið heldur enn várið. Seinni klokkan 19:00 leygarkvøldið verður skipað fyri veitslu í Ítróttarhøllini í Trongisvági. Vit vænta stóra luttøku á stevnuni, sigur Eyðólv Dimon. Nú stevnan er í Suðuroy væntar hann kortini ikki, at heilt nógvar meinigir limir koma norðanífrá, men sjálvandi nevndarlimir o. o. við serligum áhuga. Men Javnaðarflokkurin hevur altíð havt góða undirtøku í Suðuroy og hevði hann við seinasta val 32,7% av atkvøðunum. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Løgtingið sleppur ikki at krevja nevndina frá Tað er ein umsitingarligur spurningur at meta um, hvørt nevndin í Framtaksgrunninum hevur gjørt eitt gott arbeiði ella ikki. Tí sleppur Henrik Old ikki at leggja fram broytingaruppskot um, at nevndin skal skiftast út Sverre Hansen kann kenna seg tryggan, tí m.a. Henrik Old sleppur ikki at krevja hann frá Eftir hondini skilji eg ikki rættuliga, hvat vit skulu gera her í húsinum, segði Henrik Old vil Sosialin í løgtinginum í gjár. Hetta segði hann í samband við, at tingið í dag skal viðgera málið um at játta pengar til Framtaksgrunnin. Sum nevnt í blaðnum í gjár hevur ein samd fíggjarnevnd gjørt broytingaruppskot til upprunaliga uppskotið hjá løgmanni um, at veita landsstýrinum eina standandi heimild til at konvertera peningin í Framtaksgrunninum til eginpening. Nógvir tingmenn eru rættuliga sintir inn á nevndina í Framtaksgrunninum, sum teir ikki meina hevur gjørt eitt munagott arbeiði. Tí hava fleiri teirra tosað hart um, at nevndin í grunninum skal skiftast út. Ein teirra, ið hevur tosað um hetta krav er Henrik Old úr Javnaðarflokkinum. Men tað er ikki bara sum at siga tað, hjá einum einstøkum tingmanni at koma við broytingaruppskoti, tá málið kemur til aðru viðgerð. Tá skal hann boða frá á Løgtingsskrivstovuni dagin fyri, og tað hevur Henrik Old gjørt. Men hann sleppur ikki at seta fram broytingaruppskot um, at nevndin í Framtaksgrunninum skal skiftast út. Av Løgtingsskrivstovuni hevur Henrik Old fingið at vita, at eitt slíkt krav ikki er lógararbeiði, men ein umsitingarligur spurningur. Og umsitingarligar spurningar skal løgtingið ikki taka sær av, er greiða svarið, Henrik Old fekk frá Løgtingsskrivstovuni Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Frá Major til Blair Á eykalandsfundinum hjá javnaðarflokkinum í Suðri í vikuskiftinum fer Louis Wilson, hálvur føroyingur, sum býr í London, at tosa um politisku støðuna í Bretlandi frá Major til Blair og um samskiftið millum Føroyar og Bretland Úr London til Tvøroyrar. Louis Wilson, sum dagliga arbeiðir og býr í London, verður gestafyrilestari á eykalandsfundinum, sum javnaðarflokkurin skipar fyri á Tvøroyri í vikuskifinum. Mamma Louis er føroysk og var gift bretskum hermanni undir seinna heimsbardaga. Undir heitinum "Frá Major til Blair fer Louis Wilson at greiða frá broytingunum í Bretlandi, eftir at arbeiðarastjórn við Tony Blair á odda herfyri tók við valdinum eftir konservativa leiðaran John Major. Louis Wilson, sum mangan hevur verið frammi í føroyskari og eisini enskari pressu, fer eisini at tosa um viðruskiftini millum Føroyar og Bretland. Hann fer at tosa um samferðsluna millum grannalondini, um ósemjuna um markið, um arbeiðið at vísa aftur ósannindum um grind og grindadráp og annars um spurningar, sum eru av felags áhuga fyri bæði londini. Louis Wilson hevur í mong ár staðið á odda fyri felagsskapinum FISC, Faroe Island Solidaraty Committee og saman við øðrum gjørt eitt stórt arbeiði fyri at kunna bretskar pol-itikarar og almenninginum um føroyska grindadrápið nú umhvørvisfelagsskapir aftur og aftur bera fram ósannindi um grindadráp og føroyingar. Áki Bertholdsen Vit mugu bróta sáttmálan fyri at sleppa undan tí sum er verri Sýttu tær fyri at bróta sáttmálan, høvdu avleiðingarnar verið nógv verri fyri sjúkrasystrarnar, fingu tær at vita frá leiðsluni. Men tað varð eisini eitt val ímillum pest og kolera Vit fingu at vita, at gingu vit ikki við til at bróta okkara egna sáttmála, høvdu avleiðingarnar fyri sjúkrasystrarnar verið nógv verri. Tí hava vit játtað at vera lagaligar Seinasta útspælið frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum fyri at fáa játtina í ár at ganga upp, varð gjørt seinnapartin mánadagin. Tá varð heitt á sjúkrasystrafelagið at gera frávik í sáttmálanum fyri at kunna seta ætlaðu sparitiltøkini í verk. Felagið fekk hesum á møti, tí tað bleiv upplýst, at tær sjúkrasystrar, hetta umfataði, góðtóku tað. Joan Ziskason, formaður í sjúkrasystrafelag, sigur, at eftir sáttmálanum eru sjúkrasystrar settar á ávísum deildum. Ein týðandi táttur í sparitiltøkunum á landssjúkrahúsinum fyri at fáa játtanina í ár at halda er at lata ymsar deildir aftur ávís tíðarskeið, og so at flyta sjúklingar á aðrar deildir, ímeðan deildin, teir lógu, á, eru afturlætin. Og skal hetta kunna lata seg gera, er neyðugt, at sjúkrasystrar eisini sleppa at flyta ímillum ymsar deildir á Landssjúkrahúsinum. Orsøkin til, at Landssjúkrahúsið er komið í fíggjarligar trupulleikar nú, er, at starvsfólkið eigur so nógva avspáking til góðar, og hon má fáast frá hondini nú. Joan Ziskason sigur, at á fundinum við leiðsluna mánadagin, fingu tær at vita, at talan er báði um avspáking, sum starvsfólkið hava upparbeitt sær í ár, men at talan eisini er um avspáking, sum hoyrir til 1996. Orsøkin til, at so nógv avspáking er á Landssjúkrahúsinum, er tann, at deildirnar eru so illa mannaðar, at hvørja ferð, okkurt starvsfólk ikki er til arbeiðis, skal eykafólk kallast til, og tað er dýrt. Ikki minst er hetta ein stórur trupulleiki í summarferiutíðini. Men skal henda avspáking fáast frá hondini, er neyðugt at lata ymsar deildir aftur ávís tíðarskeið frá november til januar og at flyta sjúklingar ímillum deildir hesa tíðina. Men samstundis verður neyðugt at flyta sjúkrasystrarnar ímillum deildirnar fyri at fáa alt at ganga upp. Og tað játtaðu sjúkrasystrarnar mánadagin, hóast tað býður teimum nógv ímóti at bróta sáttmálan. Joan Ziskason sigur, at tað er ikki nakað nýtt, at sjúkrasystrar eru fluttar ímillum deildir. Tað hevur verið vanlig nú í nøkur ár, men heta er fyrstu ferð leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur biðið um loyvi til tess. Forða fyri uppsagnum Joan Ziskason sigur, at tað vóru tvær fortreytir fyri, at sjúkrasystrafelagið góðtók hetta sáttmálabrotið. Onnur fortreytin er, at hetta ber í sær, at fíggjarligu trupulleikarnir á Landssjúkrahúsinum í ár kunnu loysast. Hin fortreytin var, at sjúkrasystrarnar góðtaka tað. Joan Ziskason sigur, at hon fekk ta fatan av fundinum við leiðsluna, at gingu sjúkjrasystrarnar ikki við við hetta, høvdu avleiðingarnar verð nogv verri, enn tær verða. Tí leiðslan segði, at so hevði hon onki val uttan at siga sjúkrasystrar úr starvið og at lata deildir heilt aftur. Arbeiðið verður ikki samskipað Joan Zisakson sigur, at tað er stórur saknur á eini leiðslu á Landssjúkrahúsinum sum kann samskipa arbeiðið betri. Tað manglar í stórum ein heildarætlan fyri Landssjúkrahúsinum og eina langtíðarætlan fyri, hvat vit vilja við Landsjúkrahúsinum. Og vit sakna í stórum ein miðvísan heilsupolitikk. Men av tí, at arbeiðið ikki verður samskipað, og av tí at vit hava eina langtíðarætlan enda vit hvørt einasta ár í hesum uppslítandi svansinum við sparitiltøkum, uppsagnarhóttanum o.s.fr. Hvat merkir tað í veruleikanum, at so nógv fólk noyðast at avspáka. Tað merkir ikki annað, enn at vit eru undirmannað til dagligt. Hon sigur, at landssjúkrahúsið er í so stuttum, fíggjarligum tjóðri, at beinanvegin tað minsta, óvæntaða tekur seg upp, er játtanin sprongd. Men veruleikin er tíverri, at tað er ongin leiðsla á Landssjúkrahúsinum, sigur formaðurin í sjúkrasystrafelagnum. Hon sigur, at 24. apríl lótu sjúkrsystrafelagið og serlæknafelagið landsstýrinum uppskot til nýggjan bygnað á Landssjúkrahúsinum Men enn er onki hent. Joan Ziskason sigur, at eftir hennara tykki er leiðsluspurningurin tað, sum er einamest átrokandi at fáa loyst Skal fáa ungdómin at støðast Eg fari at halda fram, har Jona Henriksen, skrivari, slepti, umframt at eg fari at skipa tiltøk fyri børn og ung, sigur Símun Pauli Olsen, vanliga nevndur Gimmi Gimmi er 20 ára gamal klaksvíkingur, sum hevur sett sær fyri at seta dám á virksemið í KFUM og KFUK. Hesir felagsskapir, sum báðir hava hvør sína nevnd, fara nú at hava felags skrivara. Hóast tað ljóðar ógvusligt, so er tað kortini ikki bert mín arbeiðsmegi, sum skal nýtast at skipa fyri tiltøkum o.ø. innan felagsskapirnar, sigur Gimmi. Samskipari fyri ung og gomul Hann sigur, at nevndirnar báðar gera eitt ógvuliga stórt arbeiði, men at hann skal virka sum samskipari, tá tað snýr seg um at skapa virksemi í KFUM og KFUK. Vit skipa fyri tiltøkum fyri at kalla allar aldursbólkar, frá smábørnum og til gomul fólk. Umframt at taka yvir, har Jona Henriksen slepti, eftir at hava virkað sum skrivari í 30 ár, so fari eg serliga at taka mær av ungdómsarbeiðinum, ið hevur ligið á láni seinastu árini. Byrjað verður við Várgleði í KFUK kl. 17 týsdagin. Hetta er tiltak fyri børnum upp til 12 ár, og týsdag kl. 19 í KFUM, er fyri tannáringum 13 til 16 ár. Umframt tað er fríggjakvøld opið hús í KFUM fyri ungdóminum. Har er billard, bobbspæl, borðtennis og dartspæl, sum tey ungu kunnu stytta sær stundir við, umframt at kristiligur fundir verða hildnir. Spurdur hví ein 20 ára gamal søkti arbeiði sum skrivari í hesum felagsskapum, sigur Gimmi, at hann sá lýsingina í bløðunum, og hugsaði eisini, at hetta mundi vera spennandi arbeiði, men at hann ikki hevði ætlað sær at sent umsókn. Tá eg síðani varð biðin um at søkja, vardi tað ikki leingi at umhugsað tað, sigur Gimmi. Arbeitt millum narkomanar Hann hevur gingið á Handilsskúla í trý ár, og hevur havt fiskaarbeiði. Umframt tað hevur hann arbeitt á donskum heimum hjá Blkross felagskapinum í sjey mánaðir Eg var á Blue College í Vorbasse, sum er heim fyri alkoholikarar og narkomanar. Eisini havi eg arbeitt á sonevndari hitastovu í Herning. Hetta er herberg fyri fólk, sum ongan bústað hava, og tað eru oftast eisini alkoholikarar og narkomanar. Herbergið er opið allan sólarringin. Gimmi sigur frá, hann helt jól á herberginum í fjør, saman við 60 fólkum, sum ikki høvdu aðrastaðni at fara. Tað vóru eini góð jól kortini, sigur Gimmi, sum eftir røttum skuldi farið avstað aftur til Danmarkar at arbeiða, men at hann ístaðin valdi skrivarastarvið í KFUK og KFUM. Ójavnur áhugi Luttøkan á kirkjuráðsvalinum í Tórshavnar Vestaru Kirkjusókn var dupult so stór sum seinast Kirkjuráðsval var týsdagin. Men bara í seks støðum var meira enn ein listi innkomin, og sostatt nakað val. Tað var í Hvannasundi, Klaksvík, Gøtu, Toftum, Miðvági og í Vesturkirkjuni í Havn. Á Glyvrum og í Hesti var eingin listi, og má biskuppurin tí áseta nýggjan valdag á hesum støðum. Valluttøkan var eitt sindur misjøvn. Í Gøtu var hon umleið tann sama sum á valinum fyri fýra árum síðani. 150 fólk vóru á vali, og eru tað 10 fleiri enn seinast. Í Vesturkirkjuni var hinvegin rættilig innrás. Har var luttøkan reiðiliga dupult so stór sum seinast. 775 fólk móti 375 fyri fýra árum síðan. Ein grund til hetta kann vera, at hesaferð vóru skriv send fólki við áheitan um at koma á val. Men í Vesturkirkjuni høvdu tey tann trupuleika, at ólag var á listanum frá Fólkayvirlitinum, soleiðis at fleiri fólk, sum annars hava valt fyrr, ikki stóðu á listanum hesaferð og vórðu tískil send heim aftur við óforrættaðari søk. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Jan Müller Nógv álvarsmál reist í ÚF-sending Sendinginum í ÚF týskvøldið Føroyar í dag reisti nógvar álvarsspurningar. Eitt nú hvat hendir, um rentan bráddliga hækkar. NÓGVIR stórir og viðkomandi spurningar vórðu reistir í ÚF-sendingini "Føroyar í dag týskvøldið. Útvarpsmaðurin fekk við hepnari hond tveir týðandi persónar í føroyska samfelagnum at gera viðmerkingar til fleiri stór og álvarslig samfelagsmál. GESTIRNIR í útvarpstovuni vóru landsbankastjórin og føroyski stjórin í Føroya Banka. Spurningarnir viðgjørdir vórðu snúðu seg um landskassaskuldina, almenna stuðulin til vinnulívið, manglandi íløguhugin hjá vinnulívinum, sethúsaskuld, rentuna og mangt annað. NÓGVIR spurningar vórðu reistir og eisini fleiri svar givin. Men tað góða við slíkari sending er, at tað her varð ruddað slóð fyri einum uppfylgjandi orðaskifti har til ber at koma við uppaftur fleiri svarum. EIN niðurstøða tú kundi gera tær av sendingini, um hetta verður tengt saman við aktuellu støðuni hjá høvuðsvinnu okkara í dag, er tann, at tað er okkurt sum bendir á, at vit aftur eru við at nærkast eini ella aðrari landsumfatandi kreppu. Hetta søgdu bankastjórarnir ikki beinleiðis, men tað er klárt, at hetta stendur eftir sum ein ósvaraður spurningur: er føroyska samfelagið aftur ávegis móti eini álvarsligari kreppu LATIÐ okkum bara ímynda okkum, at rentan bráddliga hækkar. Tað fer at hava somu avleiðing sum ein melduródn, ið bráddliga tekur seg um og har eingin hevur gjørt nakað fyri at minka um møguligu skaðarnar. Ein munandi rentuhækking fer at hava kollveltandi fylgjur fyri okkum øll. Hetta fer at tyngja landskassan , sum so aftur verður noyddur at fara út til fólk eftir meiri skatti. Tá tey fyrstu skulu til at gjalda meira fyri sethúslánini megna tey ikki eisini at gjalda hægri skatt. Hetta verður skrúvan uttan enda. Íløgur verður æikki hugsingur um at gera, og enn minni umvælingar av øllum tí, sum hevur umvælingar og viðlíkahald fyri neyðugi tað verið seg innan vinnulívið, skúlaverkið, heilsuverkið osfr. HIN stóri spurningurin er stuðulin til vinnuna. Báðir bankamenninir mæltu til at kappa á stokkinum tvs. at steðga øllum almennum stuðuli til vinnulívið. Áhugavert kundi verið at fylgt hesum upp og spurt tey ymisku, hvørja avleiðing hetta vildi fingið. Hóast tað í prinsippinum er rætt at lata vinnulívið klára seg, so slepst ikki burtur, at tað hevur verið tradión at stuðla. Tað er líkasum, at stuðulin er partur einum og hvørjum vinnutiltaki. Verður kappað á stokkinum fær hetta álvarsligar avleiðingar. Eru politikararnir til reiðar at taka tær. EFTIR sendingina spyr tú teg sjálvan, hvat landsins hægstu politikarar eitt nú fíggjarmálaráðharrin munnu hugsa. Hví hevur hesin maður, sum sigur seg umboða ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk einki sett av til at niðurgjalda skuld við. Er tað ikki nettup hetta, sum hansara flokkur annars vil taka patent uppá Veðrið Veðrið í dag: Gul til stívt andøvsgul av norði og landnyrðingi, skýggjað og regn av og á. Hitin millum 3 og 7 stig. Veðrið fríggjadagin: Lot til andøvsgul av vestri og útsynningi og regn av og á. Hitin millum 4 og 8 stig. Veðrið leygardagin: Lot til andøvsgul, yvirhøvur av suðri og landsynningi og fyri tað mesta turt. Hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Gul til stívt andøvsgul av eystri og regn av og á. Hitin millum 5 og 8 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 995 hPa. yvir Norska Havinum fer í landnyrðing. Eitt annað lágtrýst, 985 hPa. yvir Bretsku Oyggjunum fer spakuliga norðureftir og brúgvaløgini haðani vilja geva regn av og á framm móti vikuskiftinum. í dag: Eitt nýtt lágtrýst yvir Norður-Atlantshavinum nærkast væntandi Føroyum sunnudagin sunnaneftir. Konsert í Gøtu kirkju Kvøldini eru nú vorðin longri og myrkari og tíðin er komin til at fólk aftur er farin Í gongd við vetrarÍtrivini. Soleiðis er eisini við tónleikaítrivunum, sum hava góðar dagar um veturin. Í kvøld kl. 19.30 verður konsert í Gøtu kirkju við Havnar Hornorkestri og Felagskórinum Gøta/Leirvík. Havnar Hornorkestur við gott tjúgu hornleikarum fer at spæla nakrar sálmar og sangir undir leiðslu av Ken Jones. Kenn Jones er úr Wales, hann starvast sum tónleikalærari og hetta er fyrsta árið hjá honum í Føroyum, og sostatt eisini fyrsta árið hjá honum sum orkesturleiðari hjá Havnar Hornorkestri Kórið fer at syngja 4 sangir, ein negro spiritual og ein enskan sálm, báðar við klaverfylgispæli, sum Eyðun á Lakjuni tekur sær av og tveir føroyskar sálmar. Í kórinum eru umleið 40 fólk og kórleiðari er Heðin Kambsdali. Hetta er fyrsta árið Heðin er kórleiðari hjá Felagskórinum Gøta/Leirvík. Fríggjadagur 7. november 1997 jan muller jan@sosialurin.fo Eitt stórt stig frameftir fyri føroyskan skúlaskap -at fýra føroyskir skúlar nú verða førir fyri við egnum lærarakreftum at bjóða útbúgving innan fyri oljuøkið. Hetta samstarvið millum føroyskar skúlar og útlendskar skúlar fer uttan iva at bera enn størri fruktir við sær í framtíðini segði Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum handaði fimm næmingum prógv í oljuboring. Í gjár fingu fimm lærarar, sum dagliga starvast á teknisku skúlunum í Havn og í Klaksvík, á Maskinmeistaraskúlanum og á Sjómansskúlanum handað prógv í oljuboring. Hetta hendi í Tinganesi og var tað sjálvur landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Eilif Samuelsen, sum handaði prógvini. Teir fimm lærararnir eru teir fyrstu, sum hava verið í Noregi og har nomið sær kunnleika og royndir á oljuøkinum. Her serstakliga í sambandi við oljuboring. Skeiðini teir hava verið til hava snúð seg um alt frá trygd til boring. Hetta er liður í einum samstarvi millum umrøddu skúlar og útbúgvingarstovnar í Stavanger. Samstarvið er komið í lag eftir at føroyingar eru farnir at hugsa um at gera seg klárar til eina komandi oljuvinnu, og tá hevur tað verið rættiliga nátúrligt at leita til Noregs at fáa sær vitan og royndir. Landsskúlafyrisitingin hevur so eisini verið við í tilrættaleggingini. Oljufelagið Statoil hevur so eisini verið við til at fíggja tiltakið. Ætlanin er at lærararnir, sum nú hava fingið grundútbúgving í oljuboring, skulu fara út til skúlarnar kring landið og har greiða frá hesi nýggju vinnu og hvat hon krevur av fólki, sum vilja útbúgva seg tann vegin. Vit prenta her røðuna, sum Eilif Samuelsen helt, tá hann handaði teimum fimm lærarunum prógvini. Hann segði: Restin av greinini er at finna aðrastaðni á netinum. Talan er um røðuna sum Eilif Samuelsen helt. Hon ber heitið "Handan av prógvi til 5 lærarar ...... Áki Bertholdsen Føroysku fakfeløgini eru ov veik tí tey ikki standa saman Størsta uppgávan hjá føroysku fakfelagsrørsluni er at finna saman í eitt føroyskt LO, siga norsk fakfelagsfólk, sum eru í Føroyum Føroyska fakfelagsrørslan er ikki nóg sterk. Men hon kundi verðið nógv sterkari enn hon er. Hetta halda tvey norsk fakfelagsfólk, sum eru í Føroyum í hesum døgum og halda skeið fyri føroyskum fakfelagsfólki. Tað er Upplýsingarfelagsskapur Verkamanna, UV, sum stendur fyri skeiðnum, í byrjaði sunnudagin og endaði í gjár. Hetta er triðju ferð tey bæði, Anne Brodawski og Odd Pedersen eru í Føroyum og halda skeið fyri føroyskum fakfelagsfólki. Endamálið við skeiðnum er at menna UV í Føroyum. Endamálið er at styrkja UV til at blíva ein felagsskapur fyri øll álitisfólk úr allari fakfelagsrørslunu. Tað verður gjørt við at útbúgva álitisfólk, skeiðleiðarar og fakfelagsleiðarar til at læra frá sær. Tey menna eisini oddafólk í fakfelagsrørsluni til at blíva betri leiðarar. Á skeiðnum hesuferð eru eru 16 fólk frá 10 fakfeløgum. Skuldu staðið meiri saman Tey bæði halda, at føroysk fakfelagsfólk eru ógvuliga positiv og fýra ikki fyri at taka avbjóðingar á seg. Men størsti munurin á fakfeløgunum í Noregi, og í Føroyum, er, at í Noregi eru fakfeløgini nógv meiri samansjóðað, enn tey eru í Føroyum. Her eru nógv smá fakfeløg, og tað halda tey er ein vansi. Høvdu føroysk fakfeløg staðið meiri saman. høvdu tey fingið nógv meiri burturúr, ikki minst hevði UV staðið sterkari. Tey halda, at tað er stórt spell, at ætlanin at stovna eitt føroyskt LO er farinfyri bakka aftur, hvørja ferð hon hevur verið frammi. Tey siga, at í Noregi hava tey sera góðar royndir av LO, sum hevur einar 850.000 limir og sum tekur sær av felags áhugamálum, tvørturum vanlig felagsmark. Í Noreg búgva 4,3 miljónir, so tað er næstan fimtihvør norðmaður limir í LO og tað er greitt, at tað gevur heilt aðrar møguleikar enn um tey stóðu spjødd í fleiri, smáum feløgum. Tey halda, at tað stóra arbeiðsloysi í Føroyum ger fakfeløgini veik, og nettupp tí halda tey, at tey høvdu vunnið nógv við at tikið seg saman í eitt LO. At standa so spjødd er at oyðsla arbeiðsorku og peningaliga orku burtur. Tó halda tey, at tað er týðiligt, at fakfelagsrørslan mennist alla tíðina, og tey yvast ikki í, at tey einaferð fara at finna saman í einum høvuðsfelagsskapi. Tey duga ikki, heldur ikki sum eygleiðarar uttanífrá at siga, hvussu aðber til, at tað er so trupult hjá føroyku fakfelagsrørsluni at finna saman. Men tey halda, at gongdin seinastu árini hevur víst, at tað gongur framá. Læra hvør av øðrum Tey bæði norsku fakfelagsfólkini halda, at nettupp skeiðið, tey nú hava, vísir, hvussu nógv fakfeløg kunnu læra av hvørjum øðrum. Í Føroyum átti UV at havt tann leiklut, at hann samanfataði arbeiði hjá fakfeløgunum kring oyggjarnar og sum kann arbeiða fyri at menna fakfelagsfólk. Tað verður ikki bara gjørt við fakfelagsskeiðum, men eisini við skeiðum av øllum møguligum slag, sum kunnu føra til samanhald ímillum fólk. t.d. skeið í ymsum frítíðarvirksemi. Spældu at Nyrup kom Eg fari nógv styrktur útaftur. Formaðurin í Havnar Handverkarafelag, Eyðfinn Petersen sigur, at hann hvur fingið ótrúliga nógv burturúr hesum skeiðnum. Hann sigur at slík skeið eru við til at geva fakfelagsfólki eitt sjálvsálit, tey so mangan hava saknað, táið á stendur. Hetta skeiðið gevur tær eitt frálíka hent amboð at arbeiða við í fakfelagsrørsluni. Hann sigur, at m.a. hava tey spælt, at danski forsætisráðharrin. Poul Nyrup Rasmussen kom at vitja og so skuldu tey leggja ferðina til rættis. Men vit sluppu ikki undan hvørja ferð gjølliga at grundgeva fyri, hví vit vildu hava Nyrup til hetta, ella hitt. Men tey hava eisini lært at føra síni sjónarmið fram og at grundgeva fyri teimum fyri einum mótparti sum er so karvandi líkaglaður við tær. Hann heldur eisini, at tað er ikki fyrrenn ein hevur verið á einum skeiði, sum ehsum, at tú veruliga fatar, hvussu lítið tú í veruleikanum veit um fakfelagsarbeiði. Tí er tað so avbera hent at hald slík skeið í Føroyum Men hetta skeiðið er eisini við til at pilka fakfelagsfólk niður, tí vit eru mong sum ganga og halda, at tað eru bara vit, sum hava eina líkinda meingin um eitt og annað. Men tá ið vit so hittast á einum skeiði, sum hesum sært tú, at tað eru so mong onnur sum eisini hava skilagóðar meiningar, sum eru verdar at taka til eftirtektar. Og fær hann eisini ein eykavinning burturúr einum skeiði, sum hesum. Vit hitta nógv fólk, og í kaffisteðgunum fáa vit nógv gott prát um ymisk mál, sum rørist í teimum ysmu feløgunum Størri demokrati Vit spurdu eisini Eyðfinn Petersen um, hví hann heldur, at tað hevur gingið so strilti at savna tey føroysku fakfeløgini í eitt LO. Og tað hevur hann eina greiða meining um. Hann heldur, at høvuðsorsøkin er, at tað er ov lítið demokrati í fakfeløgunum Í veruleikanum er tað so, at í fakfeløgunum er tað at kalla bara tað eina fólki, sum myndar felagið sum situr í øllum nevndum fyri felagið, og sum umboðar felagið á øllum fundum. Hesi fólkini hava næstan ongantíð havt fyri neyðini at ráðføra seg við onnur, ella at spyrja onnur til ráðs. Tí hava tey eisini so trupult at laga seg eftir øðrum. Eyðfinn Petersen sigur, at hann tí heldur, at skeið, sum ehsi, eru ein fortreyt fyri at menna fakfelagsfólk, so at tað kunnu vera fleiri fólk, sum átaka sær uppgávur fyri fakfelagið. Tvs, at samanumtikið er tað neyðugt at menna demokratiið í teimum ymsu feløgunum soleiðis at fleiri fólk eru uppií. Tað skapar størr ivirðing fyri hvørjum øðrum so at sjónarmiðini hjá fleiri fólkum telja uppií. Men tað krevur so eisini, at tey, sum stýra fakfeløgunum í dag, lata vald frá sær. Men tað skuldi ikki verið ómøguligt, tí í veruleikanum eru vit so rørandi samd um tey flestu málini. Einasti føroyski fagottspælarin gevur út fløgu Jógvan Zachariasen gjørdist hugtikin av fagottini sum 12-ára gamal, og nú 20 ár seinni gevur hann forkunnuga fløga út, har hansara ljóðførið verður drigið fram um hini Orsøkin til at eg havi gjørt hesa fløguna er, at eg vil gjarna hava fagottina fram sum sololjóðføri, sigur Jógvan Zachariasen, sum er einasti føroyski fagottspælarin. Mynd: Jens Kristian Vang Tað er einki nýtt við løgunum, tí tey eru øll gomul og kend løg, men tað verður ivaleyst mátin tey eru spæld uppá, sum fer at hugtaka føroyingar, tá fløgan Making Melody kemur á gøtuna næsta týsdag. Tað er 30-ára gamli Jógvan Zachariasen, sum gevur fløguna út. Á fløguni eru 14 skeringar og tær eru allar instrumentalar. Helmingurin er andaligur tónleikur og helmingurin klassiskur. Og tað sjáldsama við fløguni er, at fagottin verður brúkt sum sololjóðføri á øllum løgunum, og tað er ongantíð áður gjørt á eini føroyskari útgávu. Orsøkin til at eg havi gjørt hesa fløguna er, at eg vil gjarna hava fagottina fram sum sololjóðføri, sigur Jógvan Zachariasen, sum er einasti føroyski fagottspælarin. Fagott er eitt stórt træblásiljóðføri, og verður bæði kallað klovnurin í symfoniorkestrinum og tann grátandi einkjan. Í tí liggur týdningurin, at ljóðføri spennir víða, frá tí friðarliga og sentimentala tónanum, til tann lætta og spælandi. Tikið tónlistaútbúgving Jógvan Zachariasen hevur spælt fagott síðani hann var 12-ára gamal, og hann hevur tikið tónlistaútbúgving í Íslandi við fagott sum sololjóðføri. Tá eg var 12-ára gamal komu nakrir musikkskúlalærar til skúlan at vísa fram ljóðføri, sum vit kundu spæla uppá. Millum tey ljóðførini var ein fagott, og eg varð alt fyri eitt hugtikin av hesum ljóføri. Eg byrjaði at spæla fagott, og eg gavst ongantíð aftur, greiður Jógvan Zachariasen frá. Seinni fór Jógvan til Íslands á tónlistaskúla, og eisini tá hann í síðani fór til USA at lesa teologi fylgdi fagottin honum, og hann gjørdi nógv við at spæla har yviri, bæði í orkestri og øðrum høpi. Í summar gjørdist Jógvan leiðari av einum bíbliuskúla í Motherwell, einum forstaði til skotska stórbýin Glasgow, og tað er har at hann, kona hansara og tey tvey børnini nú búleikast. Friðarlig fløga Jógvan Zachariasen hevur altíð havt fagottina við sær, har hann hevur vúð og ferðast. Hann hevur gjørt nógv við at tala til kristilig møti og annað og tá hevur hann eisini spælt á fagottina. Eisini hevur hann spælt nógv við í føroyska Symfoniorkestrinum og í Aldubáruni. Tað hevur ferð eftir ferð hent seg, at fólk eru komin til mín, og hava biðið meg tikið tað upp, sum eg spældi. Nú havi eg gjørt tað, og týsdagin kemur fløgan út, sigur hann. Fløgan er friðarliga, og eg havi brúkt tónan hjá tí grátandi einkjuni og ikki klovninum á hesi fløguni, sigur hann og sipar til nøvnini, sum hansara ljóðføri hevur fingið fest á seg. Einki av løgunum er upprunaligt, men øll eru væl kend. Helvtin eru andaligir sangir og hin helvtin er klassisk løg, sum tey flestu munnu kenna. Millum tey andaligu løgini kunnu nevnast Amazing Grace, Stór er tí trúfesti, So sum eg eri og Harrin nú kallar. Og millum tey klassisku stykkini eru Air hjá Bach, Finlandia, og Adagio hjá Corelli. Óli Poulsen ljóðblandað Øll løgini eru tikin upp í Føroyum. Nakað er tikið upp í EVR-Studio, nakað í Zak Zac studio, og eisini Norðurlandahúsið og Útvarpshøllin hava virkað sum upptøkuhøli. Regin Guttesen spælir klaver og ljómborð til teir andaligu sangirnar, meðan Jóahnnes Andreasen spælir til tey klassisku løgini. Annars eru tónleikararnir Jákup Zachariasen, sum spælir gittar, Jan Zachariasen, sum spælir bass, Jens Kristian Guttesen, sum spælir sello, og ein íslendskur obospælari er eisini við á fløguni. Tað er fremsti føroyski tónleikaframleiðarin, Óli Poulsen, sum hevur ljóðblandað fløguna í Medley Studio í Danmark. Fløgan er upptikin frá mitt í juni mánaða til síðst í juli mánaða, ljóðblandingin fór fram í september, og týsdagin verður høvi at keypa fløguna í sølubúðunum kring landið. Martin fekk 800 bøkur frá Peturi Landsbókasavnið hevur fingið stórfingna bókagávu fyri fleiri hundraðtúsund krónur frá Norðurlandahúsinum Landsbókasavnið hevur fingið stórfingna bókagávu frá Norðurlandahúsinum. Tað er nakað síðan bøkurnar vóru lætnar Landsbókasavninum. Av tí sama eru tær longu skrásettar og eru til láns hjá teimum, sum vilja. Men formliga varð bókagávan handað á samkomu á Landsbókasavninum seinnapartin týsdagin. Og stjórin í Norðurlandahúsinum hevði ein bókakassa við sær, at handa landsbókavørðinum symbolskt. Tilsamans er talan um einar 800 bøkur, sum Landsbókasavnið fekk frá Norðurlandahúsinum. Talan er um bøkur, sum eru komnar út í Noregi seinastu árini. Talan er um rættiligan fong, tí m.a. er talan um nógvar bøkur, sum ikki áður eru týddar til norðurlendskt mál. Men bøkurnar eru eisini áhuaverdar á annan hátt. Eitt vóru allar bøkurnar hjá Shakeseare uppií gávuni. Talan er um nógvar bøkur, sum bókasavnið ongan møguleika hevði havt at ogna sær annars. Tí er tað sera kærkomið, at Norðurlandahúsið hevur sýnt Landsbókasavninum hendan heiður. Norðurlandahúsið hevur latið landsbókasavninum gávuna í sambandi við, at tað verður norðurlendsk bókasavnsvika í næstu viku. Men Landsbókasavnið fer ikki at gera nakað serligt burturúr bókasavnsvikuni, tí tað er so arbeiðskrevjandi, at tað hava tey ikki orku til. Hinvegin verður kanska meiri gjørt burturúr norðurlendskum bókmentum javnt alt árið, enn í øðrum norðurlondum. Kennir tú mentanina, kanst tú ikki oyða hana Hetta verður eitt stórt tiltak, sigur Peter Turtschaninoff um ta baltisku vikuna í Norðurlandahúsinum, sum mentamálaráðharrin, Sámal Petur í Grund, setir tann 18. november. Vit kenna ov lítið til hvønn annan, og samskiftið verður ikki bert einvegis, siga fyrireikararnir. Listafólk, politikarar og tíðindafólk fara at luttaka, og rosinan í pylsuendanum verður sum kunnugt The Commitments Tá Norðurlandahúsið leggur skrá sína til rættis, er hon altíð partur av eini størri ætlan og heild. Hetta er okkara politikkur, sigur stjórin, Peter Turtschaninoff. Í fjør gav UNESCO, sum er stovnur hjá Sameindu Tjóðum, út álitið Okkara skapandi margfeldi, sum er ein frágreiðing frá Heimsnevndini fyri mentan og menning. Henda nevnd varð mannað av nøkrum av mest virdu heilum og vísindamonnum í verðini, og ein av aðalkraftunum var fyrrverandi ST-aðalskrivarin Javier Perez de Quellar. Endamálið við hesi framløgu var ein roynd at orða ein globalan etikk. Nakrar reglur fyri hvussu vit skulu fara við øllum teimum margbroyttu mentanunum, sum finnast allastaðni á knøttinum. Týdningarmikið skjal hjá mannaættini Fleiri meta hesa rapport vera tað týdningarmiklasta skjalið síðani viðtøkurnar fyri mannarættindi vóru samtyktar í 1948, tí tað er ikki á hvørjum degi, at heimspolitikkarar alment seta somu spurningar sum listafólk og heimspekingar altíð hava sett: Hvat er meiningin við lívi okkara, og hvussu skulu vit bera okkum at ímóti hvørjum øðrum. Eitt av grundsjónarmiðunum hjá nevndini var, at lykilin til størri fatan millum tjóðir er at byrjast skal við mentanum teirra. Orsøkin til, at so stórur dentur verður lagdur á mentan í hesum spurningum er, at sagt verður, at kennir tú mentanina hjá einum fólki, fært tú teg ikki til at oyðileggja hana, ert tú nøkulunda rættsiktaður. Nú er heimssamfelagið kortini sera trupult at halda skil á. Tað er enntá av summum blivið kallað eitt anarki, tí har finnast jú bara konventiónir og samtyktir, men ongar lógir. Eitt aktuelt dømi um hesa ókontrolleraðu støðu er tað sensurleysa internetið. Ikki tilvildin, ið ræður Men nøkur av teimum, sum hava sett sær fyri at arbeiða útfrá hesum týðandi skjali hjá mannaættini og betra um samskifti millum ymsar mentanir eru tey ið leggja skránna til rættis hjá Norðurlandahúsinum. Har leggja fyrireikararnir seg sum nevnt eftir ongantíð at skipa fyri tilvildarligum tiltøkum, men royna sum best at bera so í bandi, at tey ikki skulu vera heilt liðug, hóast tey ikki longur standa á plakatini hjá Norðurlandahúsinum. Eitt dømi um slíkan programmpolitikk er tann baltiska vikan sum verður frá 18. til 22. november. Og hava vit sagt orðið baltisk, hava vit næstan longu ótilvitað avdúkað okkara lítla kunnleika og vantandi innlit í hesa verðina, sum var afturlatin í hálva øld. Tí at siga Baltikum um Estland, Letland og Litava er sum at siga Skandinavia um Norðurlond, siga fyrireikararnir. Hóast hesar tríggjar tjóðirnar sjálvandi hava nógv til felags, eru tey málsligu og mentunarligu frábrigdini so avgjørt ikki til at koma uttanum. Her kann leggjast afturat, at tað bara er Estland sum sær finskt sjónvarp og fær árin inn á seg haðani. Eisini var tað avmarkað, hvat fólkið lærdi av enskum, tá Sovjetsamveldið ráddi fyri borgum. Eiga ongar pengar Hetta verður eitt stórt tiltak, sigur Peter Turtschaninoff. Av líknandi tiltøkum nevnir hann sámavikuna, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri fyrr í ár. Baltisku londini eru tó púra sør búskaparliga, so neyðugt hevur verið at fingið stuðul til bæði ferð og uppihald frá Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum hevur valt at stuðla við hálvttriðhundraðtúsund krónum. Mentan og politikkur í samtíð og framtíð Umframt dukkusjónleik uttan orð, soleiðis at øll kunnu skilja søgugongdina, listaframsýningar við standmyndum, málningum og tekstillutum verða konsertirnar nógvar. Talan er um klassiskan, rokk-, jazz- og fólkatónleik, sum eisini skal spælast aðrastaðni enn í Norðurlandahúsinum. Mikukvøldið í hesi vikuni verður konsert í Suðri helst í Porkeri og hóskvøldið verður farið til Miðvágs og Klaksvíkar. Eisini verður skipað fyri kjaki og seminari um mentunarstøðuna nú og um útlitini fyri norðurlendskum samstarvi á hesum økinum. Men á skránni eru eisini tiltøk av politiskum slagi. Týsdagin verður evnini Samfelagsviðurskiftini í dag og ætlanir fyri í morgin og Norðurlendskt samstarv viðgjørd. Umframt baltiskar og føroyskar politikkarar vera umboð úr Íslandi og Grønlandi eisini við. Eisini luttaka tíðindafólk. Á henda hátt verður samskiftið ikki bert einvegis, men baltiska pressan fær eisini okkurt heim við í skjáttuni til teirra fólk og tjóðir. Fyrireikararnir vænta, at hetta verður áhugavert hjá bæði politikkarum og vinulívsfólki, av tí at her er talan um marknaðir, hvørs framtíð enn eingin kennir. Eingin einvegis ferðsla Men tað er ikki bert á fjølmiðlaøkinum at talan er um tvívegis samstarv. Umframt at føroyskur dansur verður á skránni eitt av kvøldunum, vitjar Tórshavnar Manskór eisini í Baltikum í hesi vikuni. Tað verður nevniliga Atlantic Airways, ið skal flyta tey 35 fólkini úr Baltikum til Føroya. Eingin orsøk er at flúgva hagar við tómum flogfari, so við sangarunum fæst meira enn tann eina flugan við brestinum hjá Atlantsflogi, og Manskórið fær eina bíliga konsertferð. The Commitments Men sum kunnugt eru tað ikki bert baltisk nøvn á skránni. Leygarkvøldið 22. november verður nevniliga gallakonsert í Norðurlandahúsinum, har írsku Stars of Commitments og føroysku Kjølar, sum fyrr í ár lovaðu at geva fløgu út, eisini fara at luttaka. Jú, hetta verður eitt stórt tiltak siga tey í Norðurlandahúsinum, sum vóna, at vitjanin fer at betra um kunnleikan og samskiftið millum útjaðararnar báðar Baltikum og Útnorður. Okkara tiltøk eru nevniliga altíð partur av onkrum størri, siga tey. Kurt - Grønlandsferð hjá ungdómi úr Dansifelagnum í Havn Í summar fóru føroyskur ungdómur vestur um hav til Grønlands at dansa. Jan Kløvestad, stjóri í nýggju mentunarhúsini í Nuuk, Katuaq, skipaði fyri Arktisk Folkedanserfestival, Nuuk 1997 og bjóðaði okkum at vera við. Norðurlandahúsið í Havn v/ Petur T. , stjóri gav okkum ferðina, og Dansifelagið í Havn legði okkum lag á og hjálpti okkum við teimum seinastu fíggjarligu snøklunum. Eg eri staddur í Katuaq, nýggja stásiliga mentunarhúsinum í Nuuk, hendan sólríka mánadag í juli mánað í ár. Úr einum høli ljóðar violintónleikur og løtt dansitrin. Úr einum øðrum ljóðar tað taktfasta trampuljóðið íblandað sleipiljóð frá inuit-monnum og -kvinnum. Vendi mær við Og har ljóðar róp á inuitmáli íblandað Canadiskt, saman við joiki frá samiskum smágentum. Og mín sann - Ríða teir út av Fraklandi, við dýrum drósi ... Føroyskur ungdómur í Nuuk Forsøgan Hetta krevur sína forkláring. Men so mugu vit fara ár aftur í tíðina. Nú í nógv ár hevur Dansifelagið í Havn saman við Norðurlandahúsinum skipað fyri barnadansi. Og nógv børn hava har saman við foreldrum teirra traðka síni fyrstu stev og givið seg inn í eina spennandi, ævintýrkenda verð við kempum, risum, sprundum stutt sagt kvæðaverðin. Hjá øllum er gróðursett eitt lítið korn av okkara elligamla siðaarvi. Nógv halda seg tó burtur frá dansinum eina tíð í ungdómsárunum. Vónin er sjálvandi, at tað, sum einaferð er lagt í barnið, fer at vaksa og blóma, tá ið tað veksur til og kemur til mans. Og at tá ið útbúgving, børn og hús er komin undir land. Ja, tá fara vit at síggja tey aftur í føroyskum dansi. At spíran kann spretta longu í ungdómsárunum sæst í dag nógva staðni í landinum tað hoyrdu vit eisini í Nuuk. Tað eru tær báðar, Sonja Danielsen og Tórhild Justinussen, sum hava staðið fyri barnadansinum hjá Dansifelagnum og Norðurlandahúsinum nú í nógv ár. Ja, ein kann væl siga, at Sonja og Tórhild eru vorðin ímyndin av barnadansinum her í høvuðsstaðnum. Innbjóðingin Um jóltíðir kom so Petur Turtschaninoff, stjóri í Norðurlandahúsinum, til Sonju og málbar seg nakað soleiðis, at barnadansurin átti at fingið eina jólagávu Jú, hann hevði tosað við Jan Kløvstad, fyrrverandi stjóra í Norðurlandahúsinum og núverandi í Katuaq, nýggja mentunarhúsinum í Nuuk. Jan ætlaði at skipa fyri eini dansistevnu fyri ung, har tey ungu komu úr øllum ættum runt Norðurpólin úr Alaska í ein vestan til Sámaland í eysturi. Grønland liggur við eitt vegamót millum ta norrønu mentanina og inuit-mentanina. Og at fáa tað at renna saman millum ungfólk úr báðum hesum umráðnum helt Jan vera eitt gott tiltak at fáa á føtur sum eitt tað fyrsta í nýggju mentunarhúsinum. Katuaq var vígt í februar mánað í ár, og í tí sambandi var Turtschaninoff og vitjaði. Við sær heimaftur hevði stjórin í Norðurlandahúsinum eina innbjóðing til barnadansin og Dansifelagið í Havn um at skipa eitt lið av ungum millum 16 og 19 ár at senda til Grønlands. Tey skuldu vísa fram føroyskan dans og luttaka í teimum tiltøkum, sum hoyra upp í eitt sovorðið tiltak. Nú er barnadansurin bara fyri børn til 7.flokk t.v.s. um 14 ára aldur, so Sonja fór at seta seg í samband við tey, sum stutt síðan vóru farin úr barnadansinum og serliga tey, sum vóru von at skipa. Og tað var skjótt, at eitt lið av eldhugaðum ungum var samlað úti í Hornahúsunum, har Dansifelagið heldur til. Tað mátti sannast, at tað gróðursetta hevði spírað og vaksið væl og tað vaks meira alt várið. Vit møttust umleið eina ferð um vikuna at venja, og lutur Havnar Dansifelags lá ikki eftir. Serliga móti sumri vóru fleiri av teimum vandu kvøðarunum úr felagnum við at leggja teimum ungu lag á. Góð í ráðum tað er vist. Ferðin Og endiliga miðskeiðis í juli mánað fóru vit so avstað: 16 ung, 1 ungdómsleiðari Dánial og vit trý gomlu, Sonja, Tórhild og Kurt. Leiðin gekk fyrst við Atlantsflog til Keypmannahavnar, har vit fingu innivist á Vesterbro Ungdomsgaard, sum á sumri er innrættaður til vallaraheim. Tað bleiv eitt minniligt kvøld í Tivoli Og morgunin eftir stóðu vit so í Kastrup. Tað var ein hurlivasi at tjekka inn Men tað lukkaðist at vera betíðs hjá øllum. Og so av stað. Næstan sama farleið sum dagin fyri, bara hin vegin. Um Føroyar og Ísland og dúgliga varð hugt, tá ið teir fyrstu nunnatakkarnir dagaðu fram úr ísinum: Grønland Men Grønland er eitt stórt land, so tað gekk ein góð løta, áðrenn vit lendu í Kangerlussuaq, sum er fyrrverandi amerikanskt hernaðarpláss. Og tað sæst enn. Bussarnir vóru sum tiknir úr einum fimtiára Hollywoodfilmi úr Mexico, sum ein av teimum ungu orðbar seg. Veðrið var ikki av tí besta, líktist meira tí føroyska enn nakað annað. Sóu helvtina av Køkkenfjeldet aftanfyri. Men lagið var gott, sjálvt um bíðast skuldi í 3 tímar, áðrenn flogfarið fór til Nuuk. Nuuk Komin til Nuuk stóðu Jan Kløvstad og Bendo, sjónleikari og fyriskipari, fyri okkum á flogvøllinum. Og tað var við andakt, at tú traðkaði á nakað av tí elsta, sum er til á okkara klótu. Kletturin er 3 milliardir ára gamalt grót Vit vóru flutt til Samuel Kleinschmidt-skúlan, har vit fingu innivist í fimleikahøllini. Vit vóru bara tann størra helvtin av liðnum komin til Nuuk hin helvtin sat eftir í Kangerlussuaq. Tey komu so morgunin eftir og við teimum: tað góða veðrið Hetta góðveðrið varð liggjandi, meðan vit vóru har yviri. Og tá líktist Grønland tí Grønlandi, tú hevði eina mynd av í tínum huga. Sól, grót, grønt í fullum blóma. Vit vóru ikki einsamøll á skúlanum. Liðið frá Qaqortoq Julianehåb sunnast í Grønlandi hevði tá longu verið í Nuuk fleiri dagar. Tey vóru noydd at koma so tíðliga, tí pláss var ikki í flogfarinum seinni. Bygdirnar í Norðurgrønlandi máttu rætt og slætt geva avboð, tí tað bar teimum ikki til at koma, orsakað av tí nógvu drúgvu og dýru ferðingini. So innanlendis samferðslan í Grønland er skilliga ikki nøktandi. Fyrsti spurningurin til okkara var annars : Hvar er tykkara spælimaður Og so máttu vit royna at greiða frá, at okkara dansur ikki bara var dansur, men ein frásøguháttur. Tey vóru spent at síggja okkara dans og tað var skjótt at taka saman. Tá ið allir luttakararnir vóru komnir vegin fram, vóru vit tilsamans 150 fólk úr Iqaluit í Canada, Ilulissat, Qaqortoq og Nanortalik og Nuuk í Grønlandi, samar úr Karasjok í Samalandi og tromsoyingar úr Norðurnoregi og so vit úr Føroyum øll í sama skúla. Tromsoyingarnir og vit búðu saman í fimleikahøllini, og har rann skjótt saman. Tað varð samtykt, at náttarfriður skuldi valda frá miðnátt og úteftir, men ikki altíð var tað yvirhildið. Vit kunnu siga, at samveruparturin millum tey ungu lukkaðist væl. Hetta var eisini eitt av aðalmálinum hjá Jan Kløvstad við hesi dansistevnu. Framsýningarnar Leygarkvøldið vóru øll komin, og fyrsta tiltakið var í Katuaq, Get-together ella Vita-av-hvørjum-øðrum-tiltakið. Øll sýndu eitt petti fram av sínum og søgdu frá, hvaðani tey vóru, eitt sindur um teirra dans og tílíkt. Tað var nú ikki so bráðneyðugt. Tað, at vit búðu so tætt, gjørdi, at vit væl vistu av hvørjum øðrum. Men sum eitt slag av royndarframsýning var tað góð venjing. Seinni blivu vit heilt professionell Sunnudagin var so matíné fyri almenninginum. Tað var ikki frítt, at okkurt ungfólk hevði eitt sindur av summarfuglum; men tað gekk bara væl. Bæði dansilag og kvøðing hjá hesum ungu var av tí allarfagrasta. Síðani varð dansað fyri teimum gomlu á Ellisheiminum og í góðveðrinum á gongugøtini. Væl dámdu myndafólkunum, tá ið stjórin í Katuaq saman við føroyingum í føroyskum klæðum bóru pallin aftur í húsið. Vit møttu fleiri føroyingum í Nuuk og fleiri lovaðu at koma til gallaframsýningina, sum varð miku- og hóskvøldið. Sum summi vita, royna norðmenn at læra seg føroyskan dans, stordans, tey kalla. Og tað royndu luttakararnir úr Tromsø á hesi stevnuni eisini. Tað varð ein ásannan frá teirra síðu, at føroyskur dansur er meira enn dansur, tá ið tey bóðu okkum saman við teimum at enda teirra part av gallakvøldinum. Vit kvóðu Sinclair's vísu saman, og síðani bjóðaðu vit áskoðarunum upp í Ormin Langa Vit á pallin Okkara framførsla gekk avbera væl. Skýmligt á pallinum. Vit koma spakuliga inn báðu megin frá. Nøkur fá taka saman og byrja at kvøða Runtsivalsstríðið. Hini líka sum steðga á Føroyskur dansur Skulu vit fara uppí So líðandi mennist ringurin, meðan ljósið gerst alt bjartari og eftir eini lítlari løtu eru vit øll við, og framsýningin kann byrja Skráin var sett saman av kvøðing og dansispølum. Vit byrjaðu við Runtsivalsstríðnum og sandoyardansi. Síðani partur av Guðbrandskvæðnum og so gamla keta. Nakað av Grindavísuni kom so áðrenn bandadansurin og at ríða ediling vóru á skránni. Endurbresturin var Ormurin Langi. Tilsamans hálvan tíma hugtóku hesir føroysku ungdómar áskoðarnar tað hoyrdist á lógvabrestunum aftaná Verkskeið Umframt framsýningarnar luttóku vit eisini í 4 sokallaðum workshops, har vit vóru saman við øllum teimum grønlendsku liðunum hvørt sær umframt eina ferð saman við smágentum úr Sámaland. Workshopparnir vóru kanska í so stuttir til, at vit fingu lært teirra dans, og føroyskur dansur er ikki serliga vælegnaður hjá útlendingum, sum ikki skilja innihald og mál. Men vit høvdu tað stuttligt saman og fingu gott samband við teir ymsu leiðararnar. Út í náttúruna Tann dagurin, sum kanska allarbest situr eftir í minninum frá hesum framúrskarandi túri, var týsdagurin. Hann var lagdur av til hagatúr ella fjeldtur, sum tað var rópt í skránni. Dagurin var ríkaður við brennandi sól og mýggjabitum. Myndin talar fyri seg. Her var dansað og sungið. Tikið varð saman í rundkoyringini longu á veg út úr býnum. Gomul grønlendsk styrkisbrøgd vóru roynd. Og berjalyngur samlaður at gera bál burturúr. Her gjørdu tær grønlendsku konurnar kópasúpan og kókað kópakjøt og livur. Væl smakkaði Afturkomin vóru vit interviewað í Radio Uptown, sum í veruleikanum liggur downtown í Nuuk Meðan vit vóru haryviri, vóru vit eisini í tí grønlendska sjónvarpinum og í teimum grønlendsku bløðunum. Sjálvt Útvarp Føroya hevði eitt prát við Dánial og Sonju í morgunsendingini. So vit kunnu siga, at PR-parturin lá ikki eftir. Farvæl Fríggjakvøld var so farvælsamkoma í Katuaq, har gávur og heilsur vóru bornar, serliga til Jan og Bendo. Bendo var tó ikki komin vegin fram, og vit undraðust á tað. Hon, sum hevði verið um okkum tíðliga og síðla líka síðan vit settu fótin á jørð í Nuuk Og so alt í einum komu tveir roysningar inn millum áskoðarnar og sum teir gjørdu um seg. Her var hvín og róp og fólk hevði hug at rýma undan Tá var tað Bendo og ein vinkona innan grønlendska sjónleikalist. Framúr leiklist. Hetta var ein góður endi og tað var ikki nógv sovið ta seinastu náttina Tað er altíð við sorgblídni, tú fert avstað. Nógv nýggj vinabond vóru knýtt og skulu nú standa sina roynd. Men tá ið vit sótu í brennandi sól uttan fyri bíðihøllini í Kangerlussuaq vóru fólk bara móð og glað. Glað um, at tað hevði gingist so avbera væl. Nú var bara túrurin eftir til Danmarkar og so heim at halda Ólavssøku. Alt gekk upp á stás og vit fingu høvi at dansa meira, tá ið vit komu til Keypmannahavnar. Føroyingafelagið niðri helt Ólavssøka í húsinum á Vesterbro beint við ungdómsgarðin, har vit búðu. Og vit vóru ikki sein. Vit vóru aftur heima sunnudagin akkurát til Ólavssøkuhaldið. Ung undir 20 ókeypis Nú er so dansitíðin fyri framman, og vit í Dansifelagnum í Havn gleða okkum til at síggja nógv ungfólk í dansinum í vetur. Kanska skuldu vit mint á, at nevndin hevur viðtikið, at ungfólk undir 20 ár ella undir útbúgving skulu kunna gerast fullgyldugir limir uttan at gjalda limagjald í felagnum. Barnadansurin eisini Og nú er so barnadansurin í Norðurlandahúsinum eisini byrjaður aftur. Hvørt fríggjakvøld klokkan átta møtast børn og foreldur at leggja lunnar undir og at gleðast við dansin. Vónandi fær hann aftur í ár góða undirtøku. Og tit foreldur, komið við Frá herverki til sjónleik Evnisdagar eru á Venjingarskúlanum har næmingarnir viðgera ymisk evni Hesa vikuna hava teir umleið 600 næmingarnir á landssins størsta skúla, Venjingaskúlanum í Havn. evnisviku. Talan er um allar næmingarnar úr 1. til 10. flokk. Næmingarnir hava sjálvir valt út nøkur evni, sum teir so viðgera í bólkum. Evnini eru Havnin, ferðsla í Havn, brotsverkafyribyrgjandi kunning, sjónleikur og mentan annars. Vanliga eru tvær slíkar evnisvikur um árið. Ætlanin er at vísa fram alt tað, sum er komið burtur úr, á skúlanum í dag. Tá Sosialurin var úti í Tinganesi í gjár hittu vit ein fimta flokk, sum arbeiddi við evninum herverk. Tey kunnaðu seg um herverkið, ið gjørt var á rútarnar har í farnu viku. Tað var so heppið, at tey um hetta mundið eisini fingu høvi at hitta ovasta arbeiðsgevaran í undir Tyrluruta til flogfarið Nú ber til hjá suðringum, sum skulu við flogfarinum mikudag og fríggjadag, at náa flogfarinum sama dag, sum farið verður úr Suðuroy Mikudagin klokkan 09.45 fleyg tyrlan jomfrútúrin eftir nýggju ferðaætlanini av Boðanesi vestur í Vágar. Eini fimm ferðafólk vóru við hendan túrin. Tað hevur leingi verið ein trupuleiki hjá fólki, sum koma úr Suðuroynni og skulu uttanlands við flogfari, at tey røkka ikki flogrutuni, sum fer til flogfarið hjá Atlantsflog. Tískil hava fólk verið noydd at farið úr Suðuroy dagin fyri, tey skuldu flúgva. Men nú hevur Atlantsflog gjørt av at flúgva tveir túrar um vikuna fyribils við tyrluni av Boðanesi vestur á flogvøllin. Hesir túrarnir eru av Boðanesi mikudag og fríggjadag klokkan 09.45 fyrrapart, soleiðis, at fólk, sum koma við Smyrli, hava góða tíð at koma í land og yvir á tyrlupallin. Heri Niclasen, sølustjóri á Atlantsflogi, sigur, at hendan fyrsta túrin mikudagin vóru eini fimm fólk, sum gjørdu nýtslu av tyrluni. Hjá teimum varð túrurin vestur í Vágar væl stytri enn hjá teimum, sum fóru við bussinum, um enn hann var eitt sindur dýrari. Fólk, sum fara uttanlands við flogfari, hava vanliga nakað av viðføri við, og verður alt hetta íroknað, tekur tyrlan 10 ferðafólk hvørja ferð. Um einki viðføri er, kunnu 13 fólk sleppa við. Heri Niclasen sigur, at ferðafólkatalið við tyrluni er vaksið rættiliga væl í mun til í fjør. Fyrstu 10 mánaðarnar í 1996 ferðaðust 2.400 fólk við tyrluni, meðan talið 10 teir fyrstu mánaðarnar í 1997 var uppi á 4.100 ferðafólkum. Hetta er ein vøkstur, sum liggur umleið tey 70 procentini. Eisini onnur tiltøk hjá Atlantsflogi hava góða undirtøku, sigur Heri Niclasen, sølustjóri. Eitt nú vikuskiftistiltakið til Reykjavíkar, Gjugg í Borg, er væl umtókt. Annars skipar Atlantsflog eisini saman við DFDS fyri skíferðum til Noregs í vetur. Handan av prógvi til 5 lærarar, sum hava tikið grundskeið í boring á Stavanger maritime skole Tað er ein stór gleði fyri meg at fáa høvi at at handa hesum 5 lærarunum frá Tekniska skúlanum í Havn, Tekniska skúlanum í Klaksvík, Føroya Sjómansskúla og Maskinmeistaraskúlanum prógv um, at teir hava lokið grundskeið í boring frá Stavanger maritime skole. Sum tykkum øllum kunn-ugt eru vit føroyingar í hesum døgum í ferð við at fyrireika okkum til eina møguliga oljuvinnu í Føroyum. Vit hava í hesum sambandi valt at fara hóvliga til verka og hvørki kanna okkum bitan, fyrr enn hann er svølgdur ella selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin. Men fyri tað kann tað vera góður politikkur at gera ymsar fyrireikingar til at fáa hendur á bitanum og skinninum. Og tað er júst hetta, sum m.a. henda løtan ber boð um. Tríggjar vikur eftir, at hetta landsstýrið tók við, setti eg niður eina nevnd Útbúgvingarnevndina innan oljuvinnu sum m.a. skuldi fylgja gongdini innan oljuvinnuna á okkara leiðum við tí í hyggju at finna út av, hvørjar avbjóðingar oljuvinnan fer at seta til føroyska undirvísingarverkið. Álitið handaði nevndin mær í januar 1996. Tær tilráðingar, sum nevndin mælti til, er landsstýrið í ferð við at fremja so við og við. Eitt ítøkiligt dømi er tann intensiónsavtalan um samarbeiði millum Fróðskaparsetrið og Høgskolen i Stavanger, og Intensiónsavtalan millum Teknisku skúlarnar í Havn og í Klaksvík, Føroya Sjómansskúla, Maskinmeistaraskúlan og Stavanger maritime skole, sum var undirskrivað 26. februar í ár. Nógv fólk hava longu verið í okkara grannalondum á ymsum skeiðum, sum hava við oljuvinnuna at gera. Hesir, sum í dag fáa handað prógv, hava ikki tikið hesa serútbúgvingina fyri at gerast førir fyri sjálvir at fara út at arbeiða í oljuvinnuni, men fyri at útvega sær førleika fyri at undirvísa øðrum, soleiðis at føroyingar gerast betri fyrireikaðir til eina møguliga oljuvinnu á okkara øki. Hetta, sum vit í dag eru við til at markera, er eitt stórt stig frameftir fyri føroyskan skúlaskap. Hesir 4 skúlarnir verða nú førir fyri við egnum lærarakreftum at bjóða útbúgving innan fyri oljuøkið, og eingin ivi er um, at hetta bert er tað fyrsta stigið. Tað góða samarbeiðið, sum er grundað millum undirvísingarstovnarnar í Føroyum og í okkara grannalondum í hesum førinum í Noregi, fer uttan iva at bera enn størri fruktir í framtíðini. Vit hava eisini grund til at frøast um tað góða samarbeiðið við tey ymisku oljufeløgini í hesum førinum Statoil -, sum hava verið fús at fíggja tiltøk, sum kunnu gera okkum føroyingar betri førar fyri sjálvir at hava ein virknan lut í eini møguligari framtíðar oljuvinnu á okkara leiðum, segði Eilif Samuelsen, landsstýrismaður, m.a. Hildu mann fara fyri borð Strandfaraskipið Dúvvan legði stilt og fekk ein annan bát at gera tað sama, tí teir bóru ótta fyri, at ólukka var hend. Gáloysni hjá línumanni var atvoldin til óneyðuga stríðið Ein túrin týsdagin, tá Dúgvan var á veg úr Leirvík til Klaksvíkar, sigldi Dúgvan beint aftanfyri ein stóran línubát. Knappliga síggja teir nakað fara fyri borð á línubát, og tað er ein jakki, sum flýtur í sjónum. Teir á Dúgvuni ivaðust ikki í, at tað var ein maður, sum var fyri borð, og løgdu stilt. Meðan teir leitaðu eftir telefonnummarinum hjá línubátinum róptu teir á ein minni bát á leiðini um at koma til hjálpar. Saknaðu ongan Men so eydnaðist at fáa samband við línubátin, ið var Polarstjørnan, og hann varð spurdur, um teir manglaðu ein mann. Teir at telja, men teir vóru fullmannaðir. Haraftrat kundu teir upplýsa, at tað, sum farið varð yvir borð, bara var ein oljujakki, sum ein av manningini hevði tveitt fyri borð. Eg veit ikki, hvat tað skuldi til, at tveita ein jakka í havið, og eg var ikki sørt fortørnaður, tí vit vóru sannførdir um, at tað var ein maður, sum var farin fyri borð, sigur Sámal Jákup Hansen, skipari á Dúgvuni. Tá skipið legði stilt, greiddi hann ferðafólkunum frá, hvat var áfatt, og tey fingu aftur eina frágreiðing, tá málið var uppklárað. Skeið gevur hugskot Leygardagin verður eitt bindiskeið í Smiðjuni i Lítluvík. Skeiðið verður hildið í sambandi við, at kenda danska bindikonan Marianne Isager kemur til Føroya við framsýning sínum við troyggjum, ið hava inka-mynstur. Marianne Isager hevur lagt skeiðið til rættis saman við Ellsupu Sumberg, sum eigur tóhandilin Fandango í Havn og selur tógvið, sum Marianne Isager bindir troyggjur sínar úr. Onkur vil kanska halda, at eitt bindiskeið er óneyðugt, tí flest allar føroyskar konur duga væl at binda. Vit duga væl at binda, men allar kunnu hava gleði av at fáa nýggj hugskot, fáa íblástur til at skapa okkurt ørðvísi og læra nýggjar teknikkir, sigur Elsupa. Marianne hevur gjørt nógvar øðrvísi bindiuppskriftir, og hugskotini til fleiri av uppskriftunum hevur hon frá sínum ferðum kring heimin. Eitt nú var hon herfyri í Afrika, og frá tí ferðini komu fleiri uppskriftir. Uppskriftirnar til inka-troyggjurnar gjørdi Marianne eftir eina ferð í Suðuramerika. 20 kvinnur verða á skeiðinum í Smiðjuni leygardagin. Skeiðið byrjar kl. 9 og heldur fram til út á seinnapartin. Klokkan 14, meðan skeiðið enn er, letur framsýningin við troyggjunum upp. Framsýningin verður eisini sunnudagin, og tá er opið frá kl. 15 til 18. Minningarorð um Arnold Dal Christiansen Tá ið eg var umleið 13 ára gamal, mátti eg til Havnar til tannlækna. Eg kom tá at búgva hjá Arnold og Annu í einar 14 dagar. Síðan tá hava vit kenst sera væl, og eitt vinarband var knýtt, sum hevur hildið á. Tey búðu tá uppi á loftinum hjá foreldrum Onnu. Pápi Annu var hin kendi handilsmaðurin, Hans Joensen. Handilin var í kjallaranum, og tvær aðrar familjur búðu í húsinum, báðir beiggjarnir, Hans og Rudolf. Húsini eru, sum kunnugt burtur nú. Hesi hús og henda familja, hava havt ein serligan týdning fyri okkara hús. Sum eg nevndi í minningarorðunum, tá ið Christian Restorff, svágur Arn-old doyði, so búðu foreldur míni her, tá ið tey vóru í Havn. So vit hava kenst ógvuliga væl, her hava verið sterk vinarbond gjøgnum eina langa tíð. Eisini í hina ættina var ein stak góður vinskapur. Pápi Arnold, Sofus Christiansen og pápi okkara vóru sera góðir vinir. Men tað skal aftur sigast her, at tað, sum hevur givið hesum vinskapi veruligan týdning, er tann andaligi felagsskapur, sum hevur verið í trúnni á Harran Jesus. Tey ævigu tingini, tey hava allan týdningin og ikki minst nú, góða Anna, nú tú, við so stutt í millum, misti fyrst Per og so Arnold. Her umskiftist alt, men vit kenna hann, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá. Hann vil bera teg ígjøgnum hesa sváru tíð, nú tú ert veik sjálv eisini, og Kurt heldur ikki er raskur. Harrin vil bera tykkum ígjøgnum alt, og tað vil hann gera við øll, sum seta álit sítt á hann. Richard Danielsen Nú byrjar TALV-FM FM kappingin í talvi byrjar komandi vikuskiftið, 8.-9. november. Dystirnir byrja ásettu dagar klokkan 14. Allir dystirnir hjá SBT verða telvdir í Tórshavn í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag bæði heima- og útidystirnir. Hesir dystir verða telvdir leygardag kl. 14.00. Dystirnir í Unglinga- og Dreingjadeildini verða leiktir leygardag, og byrja kl. 14. Talvtíðin er óbroytt: 2 tímar til 40 leikir, 20 leikir til næsta tíman, síðan 1/2 tíma at gera talvið lið ugt. Tey luttakandi liðini eru hesi: 1. deild 6 lið: Klaksvíkar Talvfelag við tveimum liðum KTF 1 og KTF 2, Talvfelagið Streymur TFS, Havnar Telvingarfelag HT, Vestmanna Talvfelag VT og Kollafjarðar Talvfelag KT. 2. deild 6 lið: Kollafjarðar Talvfelag tvey lið KT 1 og KT 2, Havnar Telvingarfelag tvey lið HT 1 og HT 2, Tofta Talvfelag TT og Gøtu Talvfelag GT. 3. deild 12 lið deild upp í 2 bólkar A og B 3. deild A: Talvfelagið Rókur. Oyri Rókur 2, Sandavágs Talvfelag ST, Sumbiar Talvfelag SBT, Runavíkar Talvfelag RT, Klaksvíkar Talvfelag KTF 2 og Kollafjarðar Talvfelag. 3. deild B: Havnar Telvingarfelag, Vestmanna Talvfelag, Tofta Talvfelag, Talvfelagið Rókur Rókur 1, Runavíkar Talvfelag RT 2 og Klaksvíkar Talvfelag KTF 1. Unglingar 3 lið: Havnar Telvingarfelag, Klaksvíkar Talvfelag við tveimum liðum KTF 1 og KTF 2. Dreingjadeildin 5 lið: Rókur, Havnar Telvingarfelag tvey lið HT 1 og HT 2, Kollafjarðar Talvfelag og Vestmanna Talvfelag. Møtir lið ikki til ásettan dyst, kann hetta verða revsað. Um ivaspurningar stinga seg upp, kunnu tit venda tykkum til kappingarleiðaran. Av tí at tað luttaka bert 3 lið í unglingadeildini, hevur kappingarleiðslan mett tað vera rætt, at hesin bólkur avviklar kappingina uppá styttri tíð, og henda kapping verður liðug til jólar. Seinasta kappingarár varð síðsta umfar telvað í Klaksvík. Tankin er, at seinasta umfar í hesi kapping eisini skal verða á einum stað, men TSF hevur ikki avgjørt enn, hvar hetta verður. 1. Deild 1. umfar 9. nov.: KTF 2-KTF 1 HT-VT KT-TFS 2. Deild 1. umfar 9. nov.: GT TT KT 1 KT 2 HT 1 HT 2 3. Deild A 1. umfar 9. nov.: KT SBT í Havn 8/11 Rókur 2 ST KT SBT RT 1 KTF 2 3. Deild B 1. umfar 9. nov.: KTF 1 VT RT 2 HT TT Rókur 1 Unglingar 1. umfar 8. nov.: KTF 2 KTF 1 HT FRÍ Dreingjadeildin 1. umfar 8. nov.: Rókur FRÍ KT VT HT 2 HT 1 Erland koppaði Jákupi Badminton: Jákup Midjord hevði ein sera ringan dag sunnudagin: hann tapti bólk A og flytir sostatt niður í bólk B til komandi kapping, ið verður um eina viku Síðsta vikuskiftið varð annað umfar av Grand Prix kappingini hjá Badmintonsambandinum hildið í Ítróttarhøllini á Skála. Sum í umfarinum frammanundan vóru sera nógv børn við í hesari kappingini, yvir 60 í tali. Men tað, ið áskoðararnir serliga løgdu til merkis undir hesari kappingini vóru úrslitini hjá Jákup Midjord. Jákup er fremsti badmintonspælari okkara hjá monnunum, men hendan dagin gekk onki eftir vild, og endin var, at hann gjørdist niðast í bólki A, og harvið skal hann leika í bólki B komandi umfar. Men tað skal ikki nógv til hjá honum at vinna hendan bólkin, um tað bert gongst eitt sindur betri í hond enn hendan dagin. Annars vóru úrslitini og støðan eftir tvey umfør hesi: Menn 1. Erland Poulsen, HBF 2. Gunnar Gregoriussen, HBF 3. Heðin Joensen, HBF Støðan 1. Erland Poulsen 985 2. Jákup Midjord 945 3. G. Gregoriussen 940 4. Heðin Joensen 900 5. Absalon Eysturoy 870 Hesir eru allir úr HBF Kvinnur 1. Ingun Hansen, Strálan 2. Borglis Fagrada, Strálan 3. Guðrun Jacobsen, HBF Støðan 1. Ingun Hansen 1000 2. Borglis Fagradal 960 3. Guðrun Jacobsen 925 4. Annika Berg 900 5. K. Thorkildshøj 860 6. Guðrið Poulsen 420 Ingun og Borglis eru úr Stráluni, meðan hinar eru úr HBF. Blandaður tvímansleikur 1.Rani í Líð og Borglis Fagradal, HBF/Strálan 2.Jákup Midjord og Guðrun Jacobsen, HBF Støðan 1.Rani í Líð og Borglis Fagradal 505 2.Jákup Midjord og Guðrun Jacobsen 480 3.Heðin Joensen og Kristi- anna Thorkildshøj 460 3.Erland Poulsen og Annika Berg 460 5.Súni Davidsen og Guðrið Poulsen 440 6.Absalon Eysturoy og Ingun Hansen 420 Mansunglingar 1. Jørgen Enghamar, HBF 2. Hergeir Staksberg, HBF 3. Thorvald Petersen, HBF Støðan 1. Jørgen Enghamar 600 2. Hergeir Staksberg 560 3. Aksel Poulsen 540 4. Thorvald Petersen 520 5. Eirikur Hansen 485 Hesir eru allir úr HBF. Kvinnuunglingar 1. Anbritt Jensen, HBF 2. Elin Joensen, HBF 3. Alma á Lava, HBF Støðan 1. Anbritt Jensen 580 2. Elin Joensen 545 3. Alma á Lava 515 4. Christina Mørkøre 480 5. Karina Ottesen 412 Tær eru allar úr HBF. Dreingir 14-16 ár 1. Tommy Jacobsen, HBF 2. Jens Norðberg, HBF 3. Teitur Ellingsgaard, HBF 3. Dánial Vang, ÍF Støðan 1. Tommy Jacobsen 580 2. Teitur Ellingsgaard 520 2. Jens Norðberg 520 4. Leivur á Lækjuni 480 5. Tordur Egholm 440 Kvinnur 14-16 ár 1. Karin Hansen, HBF 2. Hjørdis Klein, HBF 3. Bjørg Lamhauge, HBF 3. Elsebeth Iversen, HBF Støðan 1. Karin Hansen 600 2. Hjørdis Klein 530 3. Bjørg Lamhauge 485 4. Elsebeth Iversen 480 5. Marit Mortensen 285 Tær eru allar úr HBF. Dreingir 12-14 ár 1. Bjartur Lamhauge, HBF 2. Hanus Eliasen, ÍF 3. Jonhard Hansen, ÍF Støðan 1. Bjartur Lamhauge 600 2. Hanus Eliasen 560 3. Jonhard Hansen 525 4. Steinar Jacobsen 485 5. Dánial P. Joensen 425 Gentur 12-14 ár 1. Jenny Niclasen, ÍF 2. Elin Hansen, HBF 3. Una Nielsen, VÍF Støðan 1. Elin Hansen 585 2. Jenny Niclasen 560 3. Una Nielsen 545 4. Guðrun Poulsen 510 5. Birita Nielsen 480 Elin og Birita eru úr HBF, Una og Guðrun úr VÍF og Jenny úr ÍF. Dreingir 10-12 ár 1. Tummas Rubeksen, HBF 2. Gunnar Poulsen, HBF 3. Teis Rein, HBF Støðan 1. Tummas Rubeksen 600 2. Gunnar Poulsen 560 3. Jákup á Lækjuni 500 3. Eyðun Laksáfoss 500 5. Jan Olsen 390 Tummas og Gunnar eru úr HBF og hinir úr ÍF. Dreingir undir 10 ár 1.Niclas Eysturoy, HBF 2.Eli Fróði Hansen, ÍF 3.Kristian Sofus Petersen, ÍF Støðan 1. Niclas Eysturoy 600 2. Hilmar K. Jacobsen 500 2. Eli Frói Hansen 500 3. Kristian S. Petersen 460 5. Frank Poulsen 430 Niclas og Hilmar Kass eru úr HBF og hinir úr ÍF. Gentur undir 10 ár 1. Jenny Nielsen, VÍF 2. Christina Eriksen, VÍF 3. Inga Nielsen, VÍF Støðan 1. Jenny Nielsen 600 2. Christina Eriksen 560 3. Lív Næs 525 4. Inga Nielsen 260 5. Marita Johannesen 240 6. Annika Poulsen 220 Hesar eru allar úr VÍF. Næsta umfar Triðja umfar av kappingini verður í Havn um eina góða viku. HB'arar gerast professionellir Havnar Bóltfelag fer at skipa eitt partafelag, sum skal taka sær av rakstrinum av 1. deildarliðnum hjá monnum. Til ber ikki at kreva av spælarunum longur, at teir skulu nýta so nógva tíð bert av áhuga, sigur HB Nú verða HB'leikarar parttíðar yrkisleikarar Til aðalfundin hjá HBsum verður í desember, fer nevndin í fótbóltsfelagnum í Havn at skjóta upp at seta á stovn partafelag, sum skal taka sær av rakstrinum av 1. deildarliðnum hjá monnum. Nevndin hevur ásannað, at virksemið hjá 1. deild, sum við luttøku í steypa- og landskappingini, umframt Europa-Cup og at fleiri spælarar eisini eru við á landsliðnum, er komið um tað støðið, at til ber at krevja av spælarum, at teir skulu nýta nógva tíð til ítrótt bara av áhuga, og tí vil Havnar Bóltfelag gjøgnum nevnda partafelag gera karmar, so møguleiki er fyri at spælarar kunnu verða parttíðar yrkisleikarar. Hendan broyting kemur ikki at hava nakra ávirkan á raksturin av Havnar Bóltfelag annars, sum heldur á fram við uppaftur størri styrki enn árini framman undan, nú nevnd og hjálparfólk fáa betur stundir til ungdómsdeild og ungdómsarbeiði annars, sigur Sigrun Mikkelsen, formaður í Havnar Bóltfelag Ríkisfelagsskapur trygd fyri bygdasamfelagnum Føroyingar skulu sjálvandi rinda sín part av rakstrinum av samfelagnum, men ríkisstuðulin er trygd fyri, at útjaðaraøkini ikki dragna enn meira afturút, heldur Hilmar Bech, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Hilmar Bech er fyrrverandi løgtingsmaður. Hann sat á tingi frá 1970 til 1984 Tað er sera óheppið, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru vorðin so kaldlig, sum tey nú eru, heldur Hilmar Bech, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin í Porkeri. Hann heldur orsøkina til kaldligu støðuna vera vantandi forstáilsi serliga frá danskari síðu. Eg vil ikki geva dønum alla skuldina, men eg haldi, at danska stjórnin ikki rættuliga hevur skilt ringu støðuna, sum føroyingar komu í fyrst í nítiárunum sum teir áttu at gjørt. Fólkatingsumboðið hevði bøtt viðurskiftini Hilmar Bech leggur kortini dent á, at hann er sannførdur um, at vit skulu varðveita ríkisfelagsskapin, og er hann ivasamur, tá tosað verður um nýggja sjálvstýrislóg. Vit mugu síggja í eyguni, at kvetta vit við Danmark, so fer tað at merkja eina niðurgongd fyri útjaðarin í Føroyum. Eisini vísir hann á, at bygdirnar longu eru dragnaðar afturút í mun til miðstaðarøkið. Og tað er ikki rætta gongdin, heldur hann. Hilmar Bech sigur kortini, at føroyingar sjálvandi eiga at gjalda sín part av rakstrinum av samfelagnum, men hann heldur, at ríkisstuðulin er ein trygd fyri, at útjaðaraøkini ikki dragna enn meira afturút, og at tey veiku í samfelagnum verða vard. Men um stuðulin skal vera eins stórur, og hann er nú, veit eg ikki, leggur Hilmar Bech afturat. Eisini er tað stórt spell, at Javnaðarflokkurin misti fólkatingsumboðið, heldur Hilmar Bech, sum ikki ivast í, at um flokkurin hevði hetta umboð, so vóru viðurskiftini millum føroyska og danska Javnaðarflokkin nógv betur. Eina solidarsika loysn Hóast Hilmar Bech ikki er kommunalpolitikari, so hevur hann sína hugsan um kommunuspurningar. Hann heldur ikki, at allir trupulleikar verða loystir við at leggja kommunur saman, men viðvíkjandi skuldarspurninginum, so heldur hann, at funnin eigur at vera ein solidarisk loysn sum gagnar øllum kommununum, heldur enn at hvør kommuna sær loysir henda trupulleika. Hilmar Bech sat á tingi í 14 ár. Hann kom fyrstu ferð á ting í 1970 og sat hann á tingi til 1984. Valskeiðið frá 1978-80 sat hann sum tingformaður. Sum vera man er politikkurin broyttur nógv hesi árini. Stór útskifting er farin fram á tingi nýtt fólk er komið til, tingskipanin er broytt. At vit eisini hava fingið føroyskt sjónvarp hevur eisini sett sín serliga dám á politikkin, heldur Hilmar Bech, sum leggur afturat, at tað sjálvsagt tekur sína tíð at venja seg við nýggju skipanina. Skeiv avgerð at selja Teistan Viðurskiftini hjá suðringum liggja sjálvandi Hilmar Bech á hjarta, og heldur hann at viðurskiftini eru versnað seinnu árini. Vinnuliga er oyggin illa fyri og samferðslan til restina av landinum er ikki nóg góð. Fyri at fólk skal støðast krevst, at samferðsluviðurskiftini við restina av landinum eru góð, sigur hann. Tað var skeivt at Teistin varð seldur, sum var tað betra skipið at røkja Suðuroyarsiglingina. Tá høvdu suðringar eisini eina útflutningsleið við Smyrli, sum eisini er løgd niður. Standið saman um Javnaðarflokkin Hilmar Bech heldur, at fremstu málini hjá Javnaðarflokkinum at leggja dent á, eru at virka fyri, at at vinnan, bæði á sjógvi og landi, fær betri umstøður, so arbeiði verður til allar vinnuførar hendur og viðurskiftini hjá teimum veiku í samfelagnum. Pensjónsviðurskiftini eru ikki nóg góð, fólkapensjónin er ov lítil, og eigur Javnaðarflokkurin at virka fyri eini skipan, sum øll verða glað fyri. Her er skipanin við Samhaldsfasta eitt gott framstig bert spell, at grunnurin ikki fekst at virka eftir ætlan, tí so stóð nógv betur til, heldur Hilmar Bech. Eg vil senda øll góðynski til landsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum, og eg vóni, at fólk fara at standa saman um Javnaðarflokkin. Samanhald er vegur at ganga og ikki sundurlyni... Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Loysing ella ríkisfelagsskapur Tað er nú greitt, hvørjir politikkarar verða við á fundinum mánakvøldið um evnið Framtíðarstøðu Føroya loysing ella ríkisfelagsskap. Fundurin verður í Útvarpshøllini og byrjar kl. 19.30. Allir flokkar, sum eru umboðaðir á tingi, eru bodnir við á pallborðsfundin, sum Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipar fyri við Jóannesi Hansen, samfelagsfrøðingi, sum orðstýrara. Flokkarnir eru bidnir um at senda ein virknan politikkara, t.v.s. antin ein løgtingsmann ella ein landsstýrismann. Flokkarnir hava nú boðað frá, hvørji umboðini verða: Bjørn á Heygum fyri Sambandsflokkin. Óli Breckmann fyri Fólkaflokkin. Jóannes Eidesgaard fyri Javnaðarflokkin. Finnbogi Ísakson fyri Tjóðveldisflokkin. Lassi Klein fyri Kristiliga Fólkaflokkin. Jenis av Rana fyri Miðflokkin. Helena Dam á Neystabø fyri Sjálvstýrisflokkin. Ingeborg Vinther fyri Verkamannafylkingina. Fundurin, sum er almennur, verður skipaður soleiðis, at politikkararnir skulu halda seg til ætlanir um og metingar av framtíðar viðurskiftum: Føroya støðu uttan fyri ríkið ella innanfyri, hvussu samfelagið skal skipast, og hvar Føroya støða í altjóða samfelagnum skal vera í framtíðini. Vit vilja verja vunnin rættindi hjá teimum eldru Javnaðarflokkurin skipar fyri eykalandsfundi, og tað at halda slíkan fund er rætt, serliga um hugsað verður um, at løgtingsval kann koma, og tað helst nakað skjótt. Floksleiðslan mistók seg, tá okkara flokkur sleit tað samgongu, sum vit vóru partur av. Vit settu okkum uttan fyri ta politisku ávirkan. Tað løgtingsvali kom ikki, vit fingu eina sera borgarliga samgongu sum við stuðli frá Verkamannafylkingini hevur ført ein sera einstáttaðan politikk. Vit mistóku okkum, og tað hevur kostað, og um ikki broyting kemur, so verður hetta mistakið at kosta meira. Men nú styttist um endan, tí eitt val skal verða nakað skjótt, og helst kemur tað, áðrenn tíðin fyri hesari sætuni er útrunnin. Tí er tað rætt at halda fund og viðgera tey aktuellu málini. Flokkurin má og skal spæla út við, hvørjum politikki hann stendur fyri, og hvønn politikk hann fer at reka, um vit koma í samgongu. Higartil hevur floksins politikkur verið meir og minni tilvildarligur. Viðurskiftini hjá okkara eldru, sum verandi samgonga sigur, at vit ikki hava ráð at gjalda til, sjálvt um tað sum tey fáa hava tey goldið ígjøgnum eitt langt lív, tað er eitt mál sum okkara flokkur má seta fremst á skránni. Ikki bara at vit skulu verja vunnin rættindi, men vit skulu framføra tað útgjald, sum okkara eldru fáa, við teim prísbroytingum, sum eru farnar fram, síðani P. M. Dam sáli framdi fólkapensiónina í 1959. Hetta er eitt av teimum málum, sum vit eiga eins og politisku leiðarar okkara tá. Teir framdu og settu pensiónsviðurskiftini fremst á samráðingarlistan, og teir framdu tað. Vit skulu fylgja í teirra fótasporum og bøta um hesi viðurskifti, alt annað hevur minni týdning. Tað, sum okkara undangongu fólk gjørdu, var at hava eitt forhold til fakrørsluna og at lurta eftir, hvat rørdist har. Vit hava ikki nóg væl dugað hetta. Tí var tað, at eg til fundin í Klaksvík mælti til at víðka um stjórnina soleiðis, at fakrørslan fekk tvey umboð, sum tey sjálvi settu fram. Hetta má gerast her og nú. Tað at fakrørslulimir hava roynt seg sum umboð á tí politiska økinum hevur ikki verið av tí góða. Tey verja betur vunnin rættindi á teirra egna øki, og hava tey so umboð í teimum politisku flokkunum, so eru betri møguleikar at verja og vinna rættindi hjá arbeiðs- og fiskimannafjøldini. Tí skulu tvey umboð veljast at vegleiða okkara floksumboð. Høvuðsevnið á hesum eykalandsfundi er verjan av vunnum rættindum. Her verður hugsa um tann ágang, sum okkara eldru eru úti fyri við teimum ætlaðu broytingum í pensiónsskipan teirra. Verandi borgarliga samgongan brýtur niður tað sum stendur sum varðar um ábyrgdarfullar politikarar, og her skulu vit verja borg. Pensiónsskipanin er ein av okkara glæsiligu varðum um rættan førdan politikk, og við øktari styrki fara vit at bøta um hesa skipan og framføra tað útgjald, sum okkara eldru skulu hava, til tað príslegu, sum vit hava í dag. Verjan av vunnum rættindum hjá okkara eldru er boðskapurin frá Javnaðarflokkinum til føroya fólk. Sverre Midjord Føroysk skúlabørn sett met í royking Hóast ein hugburðsbroyting um royking er farin fram seinastu árini, so hevur tað ikki merkt skúlaungdómin í Føroyum, sigur Pál Weihe, yvirlækni, sum hevur staðið fyri kanningunum Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur síðani 1989 gjørt spurnarblaðkanningar í 9. flokki í Føroyum viðvíkjandi hugburði, atburði og vitan á rúsevnisøkinum. I 1995 varð spurnarblað lagað til eina kanning, sum varð gjørd í meginpartinum av Europa samstundis. 26 lond eru við í kanningini. Kannngin var løgd fram á tíðindafundi í gjar, samstundis sum hon var almannakunngjørd í hinum londunum í Europa. Útlendska kanningin líkist tí føroysku Pál Weihe segði á tíðindafundinum, at føroyska spurnarblaðið líktist nógv tí, sum hini londini høvdu brúkt, og at tað tí ikki var nakar trupulleiki, at vera við í útlendsku kanningini. Tá vit fóru undir kanningina í Føroyum, ráddi um at seta spyrjandi og undirvísandi spurningar soleiðis, at skúlabørnini samstundis, sum tey skuldu svara, fingu vitan og upplýsingar um tey evni, ið spurt varð um. Næmingarnir eru ókendir Harnæst løgdu vit okkum eftir, at næmingarnir vóru ókendir, og teir skúlar børnini ganga í, ikki kundu kennast aftur. Eitt nú var kanningin gjørd soleiðis, at næmingarnir fyri tað mesta skuldu seta kross við spurningarnar. Lærarnir hjá børnunum kundu sostatt ikki kenna svarini hjá næmingunum aftur á skriftini. Skúlarnir vóru ikki flokkaðir hvør sær o.s.fr.. Hetta er ein heildarkanning við 41 spurningum, sum hevur verið gjørd á hvørjum ári í Føroyum síðan 1989, sigur Pál Weihe. Av tí at føroyski kanningarhátturin kundi samanberast við tann útlendska, fekk Elin Súsanna Jacobsen, søgufrøðingur, til uppgávu at umseta spurningarnir, og tillaga teir til føroyskir næmingar í 9. flokki. Størri grundarlag at byggja á Tað er av stórum týdningi at gera slíkar kanningar. Ikki bert fyri okkum í Føroyum, men eisini fyri hini londini, ið sostatt hava størri grundarlag at byggja sínar kanningar á. Áhugavert, men tó sera álvarsligt er, sæst á kanningini, at føroysk skúlabørn hava met í royking. Sambært kanningini roykja 35 pst. av føroysku børnunum í aldursbólkinum 15 16 ár. Í Danmark er talið 15 pst. Viðvíkjandi rúsdrekka, so er støðan ikki so vánalig, men har tað snýr seg um hash, so hava ein av 10 næmingum í 9. flokki í Føroyum, gjørt sær royndir við hash. Týdning fyri heilsuna Pál Weihr sigur um úrslitið av stóru kanningini, sum nú fyriliggur, at hon skal motivera landsins myndugleikar at gera nakað við hesar trupulleikar. Av heilsuligum grundum er tað av týdningi, at vit hyggja at tølunum hjá okkum sjálvi, og eftir, hvat hendir á økinum í londunum kring okkum, sigur Pál Weihe. Hann undrast á, at hóast hugburðurin til royking er broyttur nógv seinastu árini, so sæst tað ikki aftur millum skúlabørn í Føroyum Tubbak er størri trupulleiki í Føroyum enn alkohol. Tað er álvarsligt, av tí at royking elvir til hjartasjúkur og krabbameinssjúkur. Ein triðingur av øllum krabbameinstilburðum, stava frá royking, sigur Pál Weihe. Um kanningina og royndirnar av hesum arbeiði, sigur Pál Weihe, at hon er ætlað at geva skúlunum vitan um støðuna, og um hvussu viðurskiftini eru í Europa innan sama fyribrigdi. Mugu broyta hugburð Samanberingar geva okkum møguleikar at umhugsa, hvussu umráðandi tað er at broyta hugburð innan skúlan, viðvíkjandi royking. Eitt nú átti tað ikki at verið loyvt at roykt í skúlunum, út frá tí grundgeving, at tann, sum ikki hevur lært at roykja, heldur ikki hevur nakran tørv til tess. Fólk verða bundin at roykingini. Tað er ein kemisk prosess, sum er ógvuliga trupul at gera seg leysan av, sigur Pál Weihe. Leystliga sigur kanningin, sum er gjørd í 26 londum, samanborið við føroysk viðurskifti á økinum, at børn roykja meir í Føroyum. Tey byrja eitt sindur seinni at drekka. Kortini er hashroykingin lægri her enn aðrastaðni, men at ógvuliga lítlar nøgdir eru av øðrum rúsandi evnum í Føroyum. Heimasjúkra-systrar inn á røktarheimið Higartil hava heimasjúkrasystrarnar og sjúkrasystrarnar á stovnum havt hvør sítt arbeiðsøki, men nú hevur Sjúkrasystrafelag Føroya latið upp fyri, at múrarnir kunnu brótast niður. Á Sandi er nevniliga ætlanin, at heimasjúkrasystrarnar í oynni eisini skulu arbeiða á røktarheiminum, ið letur upp um tvær vikur. Tað vil siga, at Heimarøktin og røktarheimið skulu samskipast. Men tað kravdi, at Sjúkrasystrafelagið gjørdi eina broyting í sínum sáttmála, og henda broyting er nú gjørd. Eitt petti er skoytt uppí, og har verður sagt, at skipað samdøgursvakt kann setast í verk í Sandoynni sum ein samskipan ímillum røktarheimini, sambýli og heimasjúkrasystrarnar. Var bara ein rotta Vanliga eru IRF-bilarnir afturlatnir, so rottur ikki kunnu koma úr teimum Søgur hava seinastu dagarnar gingið í Klaksvík um, at tað yður við rottu umborð á strandfaraskipinum Dúgvuni. Tað passar ikki, men týsdagin var ein rotta umborð, sigur Sámal Jákup Hansen, skipari á Dúgvuni. IRF flytir sínar bilar um Leirv-iksfjørð við Dúgvuni ella Ternuni, tá hon røkir siglingina. Vanliga eru teir bilarnir væl afturlatnir, men henda dagin skuldi ein lastbilur hjá IRF til Leirvíkar við dekkum og tílíkum. Umborð kemur hesin bilurin at standa beint við síðuna av einum bili við alifóðri. Deymurin frá einum slíkum bili er júst slíkur, sum rottum dámar, so ein rotta, sum helst hevur verið í lastbilinum, kom fram og sprakk upp á eina hill. Maskinmeistarin umborð var kvikur, fór eftir rottuni, sum har fekk sín bana. Onkur helt seg hava sæð eina aðra rottu eisini, men svit sóu bara eina, og hon er ikki til meira, sigur Sámal Jákup. Jan Müller Skilagóð tilrættalegging og samstarv Samstarvið sum fýra skúlar hava tikið upp í sambandi við at útbúgva føroyingar til eina oljuvinnu er einki minni enn ein kollvelting. Tað vísir, at vit kunnu koma langt við samstarvi OFTANI verður sagt, at tað góða og positiva, sum fer fram í einum samfelag, fær ikki somu umrøðu sum tað ringa og positiva. Tað er líkasum at nýggjheitin skal altíð skal hava ein negativan ella yvirkrittiskan brodd. At tað er nakað, sum gongur væl, hevur ikki sama virði sum tað, ið kann skapa sensatiónir, væl sagt við negativum forteknum. HENDING í landsstýrinum í gjár var eitt dømi um nakað, sum gongur væl, sum er positivt og sum hevur rós uppiborðið. Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum handaði fimm lærarum prógv í oljuboring. Hetta málið snýr seg í veruleikanum um nógv meira enn júst hetta við oljuboring. TAÐ snýr seg um so nógv. Eitt nú um at føroyskir útbúgvingarstovnar, sum annars kanska ikki hava gjørt nógv við at samstarva, nú hava funnið hvør annan og bráddliga vilja menna útbúgvingingarnar í felag. At sjómansskúlin, maskinskúlin og teknisku skúlarnir nú síggja møguleika saman at vera við til at tilrættaleggja eina framtíð fyri føroyska samfelagið, tvs. útbúgving av okkara ungdómi til eina komandi frálandavinnnu. At hesir skúlar saman við landsskúlafyrisiting og landsstýrið í góðari tíð og í sátt og semju stinga út í kortið ein útbúgvingarpolitikk fyri komandi ættarlið. OG tað, sum kanska er ikki minni týðandi, er mátin hetta verður gjørt uppá. Við at senda fleiri av lærarum okkara til Noreg og har fáa sær vitan og royndir á einum heilt nýggjum øki, sum kann fáa stóran týnding fyri okkum øll, so gera vit okkum før fyri at veita hjálp til sjálvhjálp. Nú kunnu somu lærarar so fara út til føroyingar og leggja teimum lag á. Tvs. at vit fyri tað fyrsta sleppa undan at senda okkara egnu fólk av landinum á skeið og vit sleppa lutvíst eisini undan at skula taka útlendingar til Føroyar fyri at undirvísa. Vit gera alt hetta sjálvi við at útbúgva lærararnar til endamálið. EINKI er at ivast í, at hetta er rætta leiðin at ganga, og tað er at fegnast um, at ymiskir skúlar ymsa staðni kring landið kunnu megna at draga eina línu. Hetta er einki minni enn ein kollvelting í hugburði, og einki er at ivast í heldur, at hesin útviklingur kann hava sunna ávirkan á aðrar tættir í samfelagnum. Vit rætt og slætt venja okkum til at arbeiða saman við tí endamáli at fáa mest burtur úr ressursunum. Nakað, sum stórur tørvur er á í Føroyum í dag á nógvum økjum. SKULDI tað so hent, at her er hvørki olja ella gass, so er tiltakið hjá skúlunum kortini til stóra nyttu. Vit leggja okkum eftir at útbúgva fólk til onnur øki enn tey vit hava gjørt higartil. Hesi fólk hava tá stórar møguleikar at fáa arbeiði í grannalondunum men kortini hava bústað í Føroyum. Jú víst eru her nógvir møguleikar. Okkara myndugleikar og ikki minst leiðslurnar fyri teir umrøddu skúlarnar eiga rós uppiborið fyri hetta seinasta tiltakið. Haldið fram á hesi leið. Tiltøk KFUK, Tórshavn Mánadagin 10. nov. kl. 15: Samkoma teirra eldru v/ D. P. Danielsen, kongsbónda. Evni: Um Velbastað. KFUM, Tórshavn Opið hús er hvørt fríggjakvøld frá kl. 21-1 í KFUM. Samkoman Immanuel Í kvøld kl. 20: Kongsins Herlið. 8 ár og eldri eru vælkomin. Frelsunarherurin, Tórshavn Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti. Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Viðareiði Ungdómurin kemur saman leygarkvøldið kl. 20.30 í Missiónshúsinum. Rósa greiðir eitt sindur frá fjakk-aratúrinum, og Ågot hevur vitnisburð. Øll eru vælkomin. Rhema, Tórshavn Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Øll eru vælkomin. Keldan, Skálafirði Einki opið hús leygarkvøldið vegna møtirøðina við Jan Honningdal í Havn. Sunnudagin kl. 17: Møti v/ Tummas Jákup og Tummas Símun. Sunnudagin kl. 17: Barnamøti. Sumba Á evangeliska møtinum í Betania í Sumba í kvøld kl. 20 tala John í Skemmuni og Svenning av Lofti. Frelsunarherurin, Vági 50 ára hátíð Í kvøld kl. 19: Samkomuveitsla. Leygarkvøldið kl. 19: Alment møti. Leygarkvøldið kl. 23: Ungdómsmøti. Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti. Sunnudagin kl. 18: Møti. Oberstl. Signe og Erling Mæland, Major Turid og Knut Gamst. Øll møtini eru í Framtíðini. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 verður sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18 møti við Kirstein og Elidu. Innsavnan til húsið. Øll eru hjartaliga vælkomin. Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl. 14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl. 14.30-16.30. AA-fundir verða í Havn í kvøld kl. 20 og kl. 22.30 í Tórsgøtu 5 inngongd vestanfyri. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 inngongd vestanfyri. Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad. týsd. hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 Fax 13824. Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Kaffistovan er opin frá kl. 14-19 hvønn dag uttan leygardag. Mánadag kl. 17- 19 er Dagur og Vika o.a. Týsdag kl. 17.30 er døgurði. Føroysk bløð liggja frammi. Døgurðamatur, fløgur, bond, bøkur og ullvørur eru m.a. at fáa á kaffistovuni. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29 DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Gul til stívt andøvsgul av vestri ella av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sól. Hitin millum 4 og 8 stig. Veðrið leygardagin: Lot til andøvsgul millum sunnan og eystan og yvirhøvur turt. Hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið sunnudagin: Hann veksur vindin út á dagin upp í ein strúk av eystri og regn av og á. Hitin millum 4 og 8 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Andøvsgul upp í ein strúk millum norðan og eystan og stundum regn. Hiitn millum 3 og 7 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst yvir Bretsku Oyggjunum fer spakuliga í ein norðan og fer seint í nátt framvið Føroyum eystanfyri. Rættuliga lýggj luft við veikum brúgvaløgum vera við Føroyar komandi dagarnar. Í dag: Eitt nýtt lágtrýst yvir Norður-Atlantshavinum nærkast væntandi Føroyum sunnudagin sunnaneftir. Grønlendski landsstýrisformaðurin og frú á almenna vitjan í Føroyum Løgmaður hevur bjóðað Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformanni, og frú Kristjannu Motzfeldt á almenna vitjan í Føroyum. Vitjanin verður í døgunum 17.-19. november í ár. Landsstýrisformaðurin fer at hitta almennar myndugleikar, almennar stovnar og vinnulív. Leygardagur 8. november 1997 Áki Bertholdsen Gera barnagarð í Havn til 42 børn Hann skal takast í brúk longu komandi ár. Í barnagarðinum skal eisini verða spælistova til dagrøktarbørn. Og har skal eisini verða pláss fyri øðrum virksemi Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd, sigur, at tey gera, hvat tað tey kunnu, men at tørvurin er vaksin ómetaliga nógv seinastu árini. Í tvey ár er fólkatalið vaksið 492 fólk Komandi ár fer Tórshavnar Kommuna at byggja nýggjan barnagarð inni á Gøtu. Og gongur sum ætlað, verður arbeitt so skjótt, at hann eisini skal verða klárur at taka í brúk longu komandi ár. Tað er eitt ár síðani, at eigarafelagið inni á Gøtu heitti á býráðið um at byggja býlingshús har inni, og síðani hevur býrðaðið arbeitt við málinum. Og nú var tað komið so langt, at tað kundi leggjast fyri býráðsfund hóskvøldið, og har varð tað samtykt at fara undir byggingina og at seta pengar av til arbeiðið næsta ár. Ætlanin er nú at heita á fíggjarnevndina at finna útvegir fyri at fígging fæst til vega, so at projekteringin kann byrja sum skjótast. 42 børn og spælistova Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd býráðsins, sigur, at í barnagarðinum verður pláss fyri 42 børnum. Men harafturat skal pláss verður í húsinum fyri spælistovu til børn í kommunalari dagrøkt. Formaðurin í Sosialu nevnd sigur, at nøkur neyv kostnaðarætlan er ikki gjørd, men hildið verður, at barnagarðurin fer at kosta ímillum fimm og sjey miljónir. Eftir vanligu mannagongd betalir kommunan 40% av prísinum og landið 60%. Elin Lindenskov sigur, at hóast fyrst og fremst verður hugsað um barnagarðin, er ætlanin at byggja húsið sum býlingshús, tvs at rúmd skal eisini verða fyri øðrum tiltøkum, tey inni á Gøtu skipa fyri. Bíðlisitin bara leingist Tey 42 barnagarðsplássini, sum nú koma afturat linnir trýstið á dagrøkina eitt lítið sindur, men er verri enn so nóg mikið til at nøkta tørvin. Elin Lindenskov sigur, tíverri vísir tað seg, at bíðilistin at fáa børn í dagrøkt bara leingist. Hon sigur, at seinast, hon vitsti, stóðu 339 børn undir skúlasldur á bíðilista. ­ Hóast býráðið leggur stóran dent á at ganga tørvinum á møti, vísir tað seg tíverri, at hann er vaksin so skjótt seinastu tvey árini, at býráðið hevur ongan møguleika at fylgja við. Umframt útibarnagarðin, sum hevur havt 15 børn, men sum nú helst fer upp á 20 børn, og hendan barnagarðin, sum skal taka 42 børn, hevur býráðið eisini økt virksemið hjá frítíðarskúlanum munandi. Í frítíðarskúlanum ganga nú 250 børn. Í fjør gingu gott 100 í frítíðarskúlan. Elin Lindenskov sigur, at býráðið arbeiðir alla tíðina við málinum og byggir út eftir førimuni. Men tað er eisini ein spurningur, hvussu nógv tað ber til at gera um árið við fíggjarligu orkuni hjá kommununi. ­ Í hvussu so er ætlar býráðið sær eisini at ansa væl eftir, at at er ein ávís dygd í tí, sum verður gjørt. ­ Vit ætla okkum ikki at leypa framav og hurla lappaloysnir ígjøgnum, sum øll verða ónøgd við, í eini vónleysari roynd at nøkta tann øgiliga tørvin, sum brádliga hevur tikið seg upp seinastu tvey árini, sigur hon. Hon sigur, at ein orsøk til, at tørvurin á dagrøktarplássum er vaksin so nógv er, at meiri arbeiði er, og tað er gott í sjálvum sær. Men orsøkin er eisini, at Havnin aftur er farin at veksa í stórum. Hesi seinastu tvey árini er Havnin vaksin heili 492 fólk. 31/12. 1995 búðu 13.781 fólk í Havn og 1.495 á Argjum, tilsamans 15.276 fólk. 31/12. 1996 var talið komið upp á 14.052 í Havn og 1.509 á Argjum, tilsamans 15.561 fólk. Og í gjár búðu 14.210 fólk í Havn og 1.558 fólk á Argjum, ella tilsamans 15.768 fólk. Uppskotið til oljulóg avgreitt í Tinganesi -men verður helst ikki lagt fyri tingið fyrr enn í aðru viku, tí flestu landsstýrismenn eru á Norðurlandaráðsfundi í Finlandi í næstu viku Uppskotið til oljulóggávuna verður ikki lagt fyri tingið í næstu viku, soleiðis sum higartil roknað við, nú landsstýrið hevur avgreitt málið og latið tað víðari til tingið. Jógvan I. Olsen, tingformaður segði við Sosialin í vikuni, at fekk hann uppskotið frá landsstýrinum hesa vikuna fór tað helst at verða lagt fram í tinginum týsdagin í næstu viku. -Hetta fer neyvan at bera til, sigur hann nú við blaðið og vísir til at fundir verða í Norðurlandaráðnum í næstu viku og verða ikki færri enn fimm landsstýrismenn og tríggir tingmenn við á fundunum í Finlandi. -Teir verða ikki aftur fyrr enn hósdagin, so tað verður helst eingin fundur í næstu viku. So oljulóggávan verður helst at bíða til framløguna, sum verður týsdagin tann 18. november sigur tingformaðurin. Tað hevur so við sær, at 1. viðgerð verður neyvan fyrr enn vikuna eftir tvs. 25. november. Hetta merkir, at ein 2. og 3. viðgerð av máli-num kann í fyrsta lagi vera millum jól og nýggjár og helst ikki fyrr enn eftir nýggjár. Úr Tinganesi frættist í gjár, at tey vóru við at senda hana til løgtingið Árni Olafsson, formaður í Oljuráðleggingarnevndini hevur júst verið í Føroyum á fundi í nevndini. Hann sigur seg vóna, at lógin verður samtykt í hesum árinum. -Tað átti at borið til, tá hugsað verður um, at tingmenn longu nú eru kunnaðir um innihaldið í uppskotinum. Evnisdagarnir á Hotel Føroyum herfyri hava vónandi verið við til at geva teimum eitt ávíst innlit í málið. Lítið orðaskifti Uppá fyrispurning um hann ikki er bilsin av, at tað hevur verið so lítið alment orðaskifti um frágreiðingina frá Oljuráðleggingarnevndini, nú hon hevur verið løgd fram fyri almenningin sigur Árni Olafsson, at ein kann undra seg yvir, at so lítið hevur verið tosað og skrivað um hana. Frágreiðingin er jú full av upplýsingum og tilráðingum, so har skuldi verið nokk at trivið í. -Frágreiðingin er eisini ætlað at vera eitt grundstøði undir einum orðaskifti leggur hann aftrat. Tá so lítið hevur verið frammi, so er tað kanska tí, at vit hava verið so gjølligir og at nógv ikki er at siga til hana. Men vónandi fer orðaskiftið í sambandi við tingviðgerðina at vera gott sigur formaðurin í Oljuráðleggingarnevndini. Tað kann ganga báðar vegir Um tveir mánaðir skal ein ella onnur avkláring finnast á marknatrætuni millum Føroyar og Bretland. Men enn røkist einki fyri eini loysn, og tað sær ikki mætari út, enn at málið kann enda við Haagdómstólin Tað eru nú góðir tveir mánaðir til ein ella onnur avkláring skal verða gjørd í samráðingunum millum Føroyar og Bretland um markið millum londini. Tá fundur var millum partarnar miðjan juli í ár var tað eitt ynski frá lutvíst bretskari síðu, at ein slík avkláring varð gjørd eftir í mesta lagi einum hálvi ári. Tvs. at partarnir áðrenn hálvan januar mánað 1998 skuldu hava vera komnir til, antin teir skulu fáa eina ella aðra politiska avgerð ella málið skuldi fara til Haagdómstólin. Á hesum sama fundinum, sum var tann fyrsti í meira enn eitt ár, komu bretar við einum nýggjum útspæli. Hetta var rættiliga kollveltandi í hvussu er eftir teirra tykki tí fyri fyrstu ferð vóru bretar fúsir til at tosa um eina ella aðra miðlinjuloysn. Tá so fundur var aftur millum partarnar fyri góðum mánað síðani í London var bólturin í hondunum á føroyingum. Eftir tí Sosialurin skilur, so høvdu bretar roknað við einum ella øðrum føroyskum útspæli, sum gekk bretum nakað á møti nú teir á fundinum frammanundan høvdu lorað nakað út. Men tað skuldi vísa seg eftir tí sum Sosialurin skilur at føroyska samráðingarnevndin hevði lítið ella kanska als einki at lora út við. Bretar fóru sum av torvheiðum av aftur fundinum. Tað einasta, sum partarnir kundu semjast um, var, at formenninir í samráðingarnevndunum, Árni Olafsson og Frank Berman, skuldu hava samband við hvør annan og avtala nýggjan fund, um og tá teir hildu ráð vóru fyri tí. Kann fara báðar vegir Enn hevur so eingin fundur verið, og tað røkist heldur ikki fyri nøkrum fundi. Tíðin gongur og eftir tí, sum Sosialurin skilur, so kann tað nú fara báðar vegir. Partarnir eru í eini støðu, har alt kann henda. Málið kann fara henda ella handa vegin. Sosialurin hevur roynt at fáa viðmerking til málið frá pørtunum, men tað er ómøguligt. Árni Olafsson hevur onga viðmerking, tá vit spyrja hann, um ein komandi útbjóðingarrunda á føroyskum øki er bundin av, hvat hendir í marknatrætuni. Blaðið skilur annars, at Oljuráðleggingarnevndin framvegis arbeiðir út frá tí ætlanini, at eitt útbjóðingarumfar skal vera skjótast til ber eftir at oljulóggávan er samtykt. Men tað er greitt, at ein útbjóðingarrunda krevur eina politiska avgerð í løgtinginum. Fløkt Sosialurin skilur annars, at málið viðvíkjandi útbjóðingini er rættiliga fløkt, tí enn hava bretar ikki alment gjørt krav uppá nakað av tí føroyska økinum annað enn at boða frá hesum í samráðingunum. Vit hava biðið ein av limunum í bretsku samráðingarnevndini, Anthony Layden um eina viðmerking til seinasta fundin. Hann heldur málið er av slíkum slag, at tað eigur ikki at verða viðgjørt í fjølmiðlunum nú. Men hann dylur tó ikki yvir, at bretar gjørdust rættiliga vónsviknir á tí seinasta fundinum, tí føroyingar ikki komu við nøkrum nýggjum útspæli. Hvør endin verður á hesum máli er ringt at meta um. Men tíðin gongur og vit nærkast hálvum januar, tá onkur avkláring má vera komin. Møguleikin fyri, at málið endar við dómstólin í Haag tykist vaksa fyri hvønn dag. Tað sær ikki mætari út enn, at tað er farið í baklás. Tað skal vera sera spennandi at síggja, hvat og um føroyingar fara at koma við nøkrum nýggjum útspæli, sum aftur kann gera, at bretar kanska kunnu lora nakað út aftrat. Helst til Haag Tað stendur greitt, at her eru stór virði uppá spæl. Um ein rættarsak, sum fer at hava við sær, at málið ikki verður loyst fyrr enn um eini 4-5 ár, fer at gagna føroyingum ella bretum, stendur ósvarað. Tá kann ganga báðar vegir, og nettup tí eru partarnir ikki serliga hugaðir fyri at lata málið til ein triðja part at avgera. Ein óloyst marknatræta, sum hevur við sær, at leiting fer fram langt inni á føroyska landgrunninum heldur enn úti í tí umstrídda Hvíta økinum, kann útleggjast bæði sum fyrimunur og vansi fyri føroyingar. Og soleiðis kann ein helst halda fram við at gita og meta um tær ymiskur støðurnar, sum partarnir koma í, antin trætan verður loyst nú ella seinni. Tað skulu vit lata liggja her. Týskararnir høvdu gott hjarta Vit, sum fiskaðu við týskarum, vórðu ikki líka væl sæddir av øllum í Føroyum, men eg hevði í hvussu er 10 góð ár umborð á týskum trolarum, sigur Meinhardt Højgaard Í 1950-árunum vóru rakár í Føroyum, og byrjanin til rakárini var sum í 1990-árunum. Í 1952 fór Sjóvinnubankin av knóranum, og alt steðgaði upp. Men tá var einki, sum æt arbeiðsloysisstuðul, og nógv vita frá teimum árunum at siga frá arbeiðsloysi og ikki at eiga mat í munnin. Tí fóru fleiri av landinum at arbeiða, og mangur maður fór at sigla við útlendskum skipum. Jákup á Dul, ella Jákup Jensen, sum hann nevndist tá, umboðaði fleiri týks reiðarí. Hann hevði arbeitt í Týsklandi fyri kríggið sum umboðsmaður fyri eina danska fyritøku og tosaði tí væl týskt. Eina ferðina fyrst í fimtiárunum var Jákup saman við brórðuri sínum Páll ein túr í Týsklandi og vitjaði, og tá vóru teir og vitjaðu okkurt av reiðarínum, har týskararnir gramdu seg um, at teimum vantaði fólk til bátarnar. Kom væl við Tað kom væl við hjá mongum, tá Jákup á Dul mitt í 1950-árunum vegna nøkur týsk reiðarí søkti eftir monnum at fara sum flekjarar við týskum trolarum. Ikki stóð á at fáa fólk, tí her var einki arbeiði at fáa. Millum 200 og 300 føroyingar tóku av og bjargaðu sær harvið rættiliga góða inntøku. Ein teirra, sum sigldi við týskarum, var Meinhardt Højgaard úr Saltangará, og hann var í 10 ár á rað við týskum trolarum. Tað byrjaði ikki av álvara fyrr enn í 1956, men í 1954 var Meinhardt Højgaard tó sjálvur annar við einum týskum báti. Jákup á Dul bað teir fara, tað var feskfiskur, og teir fingu 400 krónur fyri túrin, sum vardi i 10 dagar. Góð inntøka Hetta var sera gott, tí minstalønin, sum kom aftaná stóra fiskimannaverkfallið var bara 500 krónur um mánaðin. Fyrsta túrin, sum Meinhardt var við týskum trolara, fóru teir yvir til Íslands at fiska upsa. Upsin fór allur í dósir og seldur undir heitinum seelacks. Føroyingarnir skuldu salta og flekja, og teimum varð álagt at taka alt beinið úr fiskinum. Ikki fingu teir neyðuga svøvnin. Nakað áðrenn skipið nærkaðist fiskileið í Íslandi, kom stýrimaðurin og bað teir tørna inn, tí tá teir fóru at fiska, kundi eingin vita, hvussu fór at verða við svøvni. Tað skuldi eitast fyri, at vaktin var 12 tímar og seks tímar frí, men tá saman um kom, arbeiddu teir í fimm tímar og høvdu fimm tímar frí. Tað var mangan hart. Har var so fult av upsa, og tað gingu bara nakrir fáir tímar, so var dekkið fult av fiski, sigur Meinhardt. Tað var fleiri tíma arbeiði, so teir mundu mist mótið um nakrantíð at sleppa at sova. Týskt dugdi eingin teirra, men so hoyrdu teir manningina tosa um "maschinkaput, og tað var ikki til at misskilja. Orsakað av maskinskaðanum fóru teir inn á Pátriksfjørðin, men reimin var so illa farin, at skiparin valdi at sigla heim. Gamal trolari So fór Meinhardt við trolaranum Henry Everling, sum var ein gamal trolari og als ikki innrættaður til saltfisk. Har frammi var gjørt eitt koyggjukamar til átta mans, við kolkomfýri og ljósi. Tað var ógvuliga primitivt, men nógvar ferðir betri enn tað, sum føroyingar vóru vanir við umborð á sluppunum. Átta føroyingar vóru við og nakrir og tjúgu týskarar. Meinhardt var formaður umborð øll árini men ikki fyrsta árið. Teir fiskaðu í Grønlandi. Meinhardt minnist, at tá skipið kom á Havnina, stóð Jákup á Dul, sum var ein stak fittur maður, sjálvur og tók ímóti. Tað var føst hýra 1200 krónur um mánaðin, og tað vóru nógvir pengar tá. Tey avvarðandi fingu 1000 krónur í forskoti. Menninir fingu eisini einar handkar og eina svintu, tað stóð í sáttmálanum. Formaðurin fekk haraftrat 10 krónur eyka um dagin, og tað kom væl við, tí harvð kom eg upp á 1500 krónur um mánaðin. Maturin skamtaður Umborð fekk hvør teirra eitt lítið skáp, sum mundi vera 20x20 cm, til at goyma knív, gaffil, skeið, krúss og skamtaða matin í. Skamtaði maturin var ein lítil pakki av sukri, ein pylsuendi og kanska ein dós av onkrum, og hetta skuldi vara í fýra dagar. Tá ráddi so sanniliga um at duga at halda hús, sigur Meinhardt. Altíð suppu Um morgunin fingu teir stoktan kongafisk, og so fingu teir kókaðan saltaðan grís, epli og nógv grønmeti og suppu til døgurða. Til nátturða fingu teir eisini altíð heitan mat. Suppa var til hvørja máltíð. Eitt evarska lítið petti av kjøti var til hvønn. Kosturin var eitt sindur betri sunnudagar. Tá fingu teir egg og flesk um morgunin, og stoktan høsnarunga á middegi, men teir vóru fýra menn um hvønn høsnarunga, so tað var eingin búrmáltíð. Teir høvdu so lítið av provianti. Sunnukvøldsmaturin var ikki øðrvísi enn hini kvøldini. Her kann verða skoytt uppí, at tá vóru nógvir føroyingar, sum ikki ótu høsn, og grønmeti vóru teir ikki vanir við. Týskarar høvdu aðrar matvanar. Nøgdin, teir fingu umborð, var útroknað eftir, hvat ein maður skuldi hava av kalorium. Svanligar nætur Vit ótu nátturða klokkan sjey um kvøldið og fingu so einki aftur fyrr enn klokkan sjey næsta morgun. Tað var mangan svangligt, tá vit arbeiddu. Einaferð vit vóru í Føroyingahavnini, gramdu føroyingarnir har seg um, at teir ikki áttu fisk. Fisk lótu vit teir fáa og fingu afturfyri spik, sum vit so turkaðu og ótu umborð um náttina. Men so eina náttina kom ein týskari og vildi smakka. Spikið dámdi honum, og hann at fortelja hinum. Áðrenn vit vistu av, høvdu teir stolið alt spikið frá okkum. Vit funnu so uppá at steikja kjálkar um náttina, og tað dámdi øllum, serliga skiparanum. Køld eygu, men eit menniskja kortini Meinhardt minnist ógvuliga væl skiparan tey fyrstu árini. Hann nevndist Blutan og hevði verið offiserur í marinuni undir krígnum og var ógvuliga strangur. Hann hevði slík køld eygu, men tá eg kom at kenna hann nærri, vísti tað seg, at hann hevði eisini eitt hjarta. Vit sigldu saman í sjey ár, sigur Meinhardt, sum bara hevur gott at bera týskarunum, hann sigldi saman við. Bara gamir menn yvirlivdu Tey fyrstu fýra árini vóru allir týskararnir umborð gamlir menn, tí tað var einki til av ungum monnum í Týsklandi eftir kríggið. Allir teir ungu fullu í krígnum. Meinhardt minnist, at umborð fingu teir at síggja sonevndar lesimappur við tíðindum úr Týsklandi. Alt var um konur, tí tað vóru eingir menn. Ikki ein einasti av manningini segði seg vera nazist. Tvørturímóti tosaðu teir um, hvusu skeivt alt hevði verið, og hvussu bangnir teir høvdu verið, tá tað frættist, at Amerika legði upp í kríggið. Teir høvdu allir verið í krígnum, og allir vóru merktir av tí. Teir tosaðu um, hvussu nógv fólk land teirra hevði mist, og vit fortaldu eisini. Teir harmaðust og høvdu lítlan hug at tosa um hetta. Eg haldi ikki, at teir gomlu menninir kendu seg at hava ábyrgd av krígnum. Teir søgdu bara, at tað var Hitler, sum hevði øst fólkið, og tað harmaði teir nógv. Hampa fólk Eg vil siga, at menninir vóru óalmindiliga fittir og líktust ikki sørt føroyingum. Prátið var eisini tað sama. Sum nevnt dugdi eingin av føroyingunum týskt, tá teir fóru umborð, men væl gekk at gera seg forstáiligan, og skjótt komu teir eftir tí týska. Í mun til onnur mál er týskt ikki tað torførast at læra, ljóðini ger tað, og so líkist tað í nógvar mátar týskum. Eftir einum mánaði saman við teimum, so kláraðu vit okkum. Áðrenn føroyingarnir kundu mynstra, skuldu teir hava nýggja læknaváttan, og teir skuldu vera vaksineraðir, tí møguliga skuldi skipið suðureftir at selja. Strævið lív Meinhardt sigur, at tað var strævið lív at vera flekjari hjá teimum, tí tað var so nógvur fiskur, og týskararnir dugdu ikki at flekja. Teir royndu sjáldan meira enn ein mánað, so var skipið fult. Men aftaná 14 dagar í Grønlandi plagdu teir at fara inn í Føroyingahavnina, har teir fingu post, og so var lagið betri aftur. Tað var fyri okkum altíð ein stórur dagur, tí tá vistu vit, at vit fingu post, kleynur, køkur og annað gott. Og so at frætta tíðindi. So komu boð um, at skipið skuldi til Portugals at selja. Føroyingunum stóð í boði at verða settir av í Føroyum, men teir vildu gjarna við til Portugals at land, tí har høvdu teir ikki verið áður. Tvær ferðir var Meinhardt við í Lissabon, og teir vóru eisini aðrastaðni í Portugal og í Týsklandi og landaðu. Meinhardt minnist væl, hvussu tað var fyrstu ferð at koma til Portugals. Sum eitt ævintýr Vit fóru frá øllum ístykkjunum í Grønlandi, suður í hitan, sigldu inn á heitu Biskaja-víkina, og langt áðrenn vit komu at landi, kendu vit angan av trøum og rósum. Tá vit nærkaðust landi, sóu vit allar pálmarnar. Tað var sum eitt ævintýr. Men seint gekk at landa í Lissabon. Fólkið var trælkað undir Salazar, tey vóru fátøk, vóru rivin og skrødd og høvdu ikki so frægt sum hosur upp á beinini. Føroyingarnir gjørdu fleiri útferðir, meðan teir lógu í Lissabon, men teir høvdu ilt við at tola summarhitan, sum var teimum so ókendur. Í Lissabon lógu teir í átta dagar, tóku salt og olju og fóru so aftur til Grønlands. Onkran túrin tá teir høvdu verið í Lissabon og landað, fór skipið heim til Bremerhaven, og føroyingarnir vórðu so sendir heim haðani. Einaferð var minnist eina ringa løtu, einaferð teir løgdu at í Bremerhaven. Týskararnir høvdu verið heimanifrá í fýra mánaðir og allir gleddu seg til at koma heim aftur til gentuna ella konuna. Men so vóru onkrir, sum gentur teirra ikki komu at taka ímóti. Meðan teir høvdu verið burturi, høvdu tær funnið onkran annan, og tá var ringt lag á monnunum. Í Týsklandi var ikki tað stóra útboðið av monnum, men tey árini streymaðu aðrar tjóðir inn í Týskalnd at byggja landið upp aftur. Maria tók ímóti Fleiri stuttligar søgur veit Meinhardt frá siglingartíðini við týskarunum. Ein túrin var ein nygiftur maður við, og kona hansara skuldi hava smá. Hesin komandi pápin gjørdi seg til reiðar til, at telegrammið skuldi koma um, at konan hevði átt. Hann hevði bæði keypt vín, brennivín og góðgæti, tí hann ætlaði tað heilt stóra ballið. Men tíðin gekk, og har kom einki telegramm. Maðurin fánaði meira og meira, einki var um hann, og ein dagin legðist hann bara í koyggjuna. Hinir umborð tosaðu um, at her mátti okkurt gerast, og telegrafisturin skrivaði so eitt telegramm, ið teir handaðu manninum. Á telegramminum stóð: Alt í lagi. Maria og antennan. Maðurin leyp upp úr koyggjuni, flaggið varð vundið á stong, og alt at ballast. Kokkurin gjørdi so góðan mat, sum hann nú einaferð dugdi, og gloymt varð alt um skamtan. Hinir menninir umborð noyddust komandi dagarnar bara at halda ondini, men tað gingu seks dagar, og har kom einki telegramm. So sigldu teir heim til Týsklands at landa. Og tá vit so løgdu at, stóð Maria har so fitt og rund og tók ímóti. Skiparin noyddist so at geva bæði Mariu og manninum eina frágreiðing, og maðurin fyrigav og segði, at hann hevði ikki havt betri dag umborð, enn tá hann fekk telegrammið. Fekk høvdini aftur Skiparin kundi vera sjáldsamur. Eina ferðina vit høvdu fiskað so væl, at dekkið var fult. Seks tons vóru á dekkinum. Skiparin kom og bað okkum tøma dekkið. Tað var so nógvur fiskur, at vit vistu ikki annað at gera enn at tveita høvdini fyri borð. Nú einaferð kemur hann og spyr, hvar høvdini eru. Eingin svaraði. Tá teir høvdu arbeitt allan fiskin, varð trolið tveir dagar seinni koyrt út aftur. Og tá teir so fóru aftur at draga var trolið óvanliga tungt. Í trolinum var bara ein smáfiskur, men trolið var annars fult av høvdunum, og soleiðis fekk skiparin høvdini aftur. Tað var løgið. Kappaðust Týsku trolararnir kappaðust sínamillum um at fiska mest og vildu ikki siga hvørjum øðrum frá, tá ið teir bóru við fisk. Ein dag boðaði størsti kappingarneytin frá, at føroyingar royndu á somu leið. Tá gav skiparin mær boð um at siga føroyingum frá, at har ar fiskur at fáa, so in týskarin ikki fekk ov nógv. Nakað seinni gramdi hin seg um, at har ikki var livandi fyri føroyingum og portugisum. Tað dámdi okkara skipara. Samstundis noktaði skiparin føroyingunum umborð á týska trolaranum at siga føroyskum skipum frá, tá teir sjálvir fiskaðu væl. Men tað gjørdu teir kortini við at brúka onnur orð, tá tá teir tosaðu saman yvir sendaran. Tá føroyingar mitt í 60-árunum sjálvir fingu fleiri skip, doyði tað burtur at fara við týskum trolarum. Tað bleiv eisini liviligari í Føroyum. 1965 var seinasta árið hjá Meinhardt á týskum skipsdekki. Arbeiddu skjótt Eitt tað sinasta árið var hann við flakatrolaranum Mellum. Stórfyritøkan Øtker átti reiðaríið. Skipinum vantaði ein mann, so Meinhardt var einasti føroyingur umborð. Skipið hevði fingið nakað av fólki frá einum týskum flakavirki. Eg helt meg arbeiða skjótt, men teir vóru tvær ferðir so kvikir sum eg. Tá var eiki, sum æt tímaløn í Týsklandi. Teir fingu løn eftir, hvussu nógv teir skóru. Tað varð ikki líka væl dámt av øllum í Føroyum, at føroyingar fóru við týskum trolarum bara 10 ár eftir, at annar heimsbardagi var av. Tá vit bara fóru tveir avstað, var konan bangin fyri, at týskararnir ikki fóru at tíma at koma aftur til Føroya við okkum. Mótstøða Tað var so eitt, men tað vóru eisini nógv, sum deildu okkum fyri, at vit fóru umborð at læra týskararnar at flekja og salta og harvið læra teir upp til at gerast okkara kappingarneytar. Men eg veit ikki, tað var so skjótt, at flekimaskinurnar komu, og føroyingar fingu eisini flekimaskinur. Meinhardt sigur eisini, at fleiri politikarar høvdu nógv ímóti, at teir fóru við týskum trolarum. Hann minnist serliga ein politikara, sum deildi seg fyri tað. Eg havi bara gott at ba týskarunum, og fyri meg vóru tað 10 góð ár, sigur Meinhardt. Theodor E. D. Olsen Tórshavnar Manskór á ferð og á fløgu Fyri fyrstu ferð er ein fløga komin út við føroyskum manskóri, og er tað Tórshavnar Manskór, sum hevur tikið hetta stigið. Kórið hevur tíggju ár baki, men mansrøddir hava verið at hoyrt í høvuðsstaðnum áður. Kórið hevur ferðast nógv, og í næstum gongur leiðin til tey baltisku londini. Men høvi verður eisini hjá føroyingum at hoyra menninir synjga, áðrenn farið verður avstað Nógvar eru fløgurnar, sum floyma inn á tann føroyska marknaðin í hesum døgum. Summar eru tó forkunnugari enn aðrar , og ein søgulig útgáva kemur út í dag. Talan er nevniliga fløguna hjá Tórshavnar Manskóri, og er hendan eisini tann fyrsta útgávan við einum manskóri í Føroyum. Tórshavnar Manskór sang fyrstu ferð alment tann 22. mars 1987 í Norðurlandahúsinum og hevur sostatt 10 ár á baki. Men eina heila øld framman undan, í 1886, tá fólkatalið í høvuðsstaðnum var um 1200, átti Havnin eitt manskór. Menn vita lítið um søguna hjá hesum kóri, og hvat mundi vera á skránni hjá tí, men í øllum førum hevur Anton Degn verið ein av aðalkreftunum. Hann gjørdi fleiri útsetingar, teirra millum eina til Kvívíkstátt. Vistu hvat fyrifórst úti í heimi Sangararnir í Havnini seinast í undanfarnu øld fylgdu tó eisini væl við í tí, sum hendi útí í verðini, og fyrst í hesari øldini framførdu teir m.a. Pílagrímskórið hjá Wagner, sum annars doyði í 1883, so hetta hevur verið rættiliga feskt í Útnorði tá. Í 1920'unum var Jógvan Waagstein kórleiðari, og hann eigur eisini trý tey fyrstu løgini á hesi nýggju fløguni. Manskórið var tá partur av Thorshavns Musikforening sum annars var trý ár yngri enn sjálvt kórið, men í 20'unum var heitið føroyskað til Tórshavnar Sang- & Musikkfelag og seinni broytt til Havnar Sangfelag. Í fýratiárunum og fram til 1957 var Gunnar Mikkelsen leiðari hjá Havnar Manskór, sum tað kallaðist tá, men síðani var tað bert til serstøk høvi, at manskórsangur hoyrdist í Havnini. Í sekstiárunum og fram til áttatiárini vóru bert tvey almenn kór í høvuðsstaðnum, og vóru tey bæði blandað. Talið ferfaldaðist Fyrst í 80'unum kom ein nýggj frítíðarskipan í gildi fyri ta gomlu kvøldskúlalógina, sum hevði verið galdandi síðani miðskeiðis í 30'unum. Henda skipan gav nýggjar møguleikar, tí m.a. fevndi hon eisini um kórvirksemi. Úrslitið var, at umframt at kórini øktust sera nógv mitt 80'unum vóru 8 almenn kór í Havn so broyttust rerpertoire og klangurin, eins tann samlaða heildin bleiv munandi tambað. Mansrøddir í Havnini aftan á 30 ár 30 ár eftir at eitt manskór seinast hevði sungið regluliga í Havnini, kundi ein so aftur hoyra mansrøddir. Sum nevnt varð Tórshavnar Manskór stovnað í 1987 tó ikki undir frítíðarskipanini og sungið varð fyrstu ferð á konsert saman við harmoniorkestrinum GHM. Hesi 10 árini hava sangararnir verið við til mong tiltøk. Sjálvir meta teir, at talið man liggja um tey tveyhundrað, og hava tey verið til bæði gaman og álvara. Fjøltáttaðir Eitt ið eyðkennir Tórshavnar Manskór er at sangskráin fevnir rættiliga víða ikki minst kronologiskt. Tí umframt at syngja føroyskar fólkaognir og fosturlandssangir, kvæðaútsetsetingar, negro spirituals og sálmar, er kórið eisini nýhugsandi og torir at gloppa hurðini fyri nýggjum tilfari, eins og teir "gomlu gjørdu fyrst í øldini við at syngja verk hjá samtíðarkomponistum. Hetta prógvaði kórið í fjør, tá skipað varð fyri sangkapping, og tað sermerkta hendi, at tveir blaðungir komponistar, Tróndur Bogason og Leif Hansen, vunnu ávikavist fyrstu og triðju virðisløn. Fólkaognir á fløgu Men eisini hendan nýggja fløgan er fjølbroytt. 16 sangir eru tiknir við og sungið verður bæði á føroyskum og útlendskum. Umframt at syngja sum kór burturav, sleppa eisini solistar framat, og manskórinum vant, er javnvág millum tað nýggja og tað gamla. Fleiri av teimum føroysku sangunum á plátuni hava ongantíð áður verið til taks á nøkrum elektroniskum miðli sum plátu ella fløgu, hóast teir eru væl kendir, og er talan tí eisini um nýbrot og slóðbrótandi virksemi hjá manskórinum. Upplýsandi húsi Í fløguhúsanum eru frágreiðingar um sangir, tónasmiðir og søguligar umstøður, ið siga eitt sindur um upprunan hjá tilfarinum, ið manskórið syngur á fløguni. Harumframt eru myndir av kóri, solistum og kórleiðaranum, Bjarna Restorff. Hesa uppgávu hevur hann røkt øll árini, undantikið eitt tíðarskeið fyrst í nítiárunum, tá Knút Olsen hevði leiðsluna. Teir, ið hava tikið fløguna upp, eru Kartni Fornagarð, Kári Olsen og Jóhannus á Rógvu Joensen, sum eisini hevur ljóðblandað. Umboðað Føroyar Seinastu árini hevur kórið ferðast í Íslandi, Danmark, Onglandi, Wales, Skotlandi og Hetlandi. Sum vit nevndu í blaðnum í gjár, gongur leiðin seinast í hesum mánaðinum til Estlands, Letlands og Litava í sambandi við tað nýsprotna mentunarsamstarvið millum Baltikum og Útnorður. Baltisku tjóðirnar eiga ein ríkan arv á hesum økinum, og ikki munnu teirra songskattir vera teimum føroysku sangarunum púra fremmandir. Kórstjórin, ið leiddi kórstevnuna í fjør var nevniliga ættaður haðani, og hevði hann nógvar sangir og tilfar við sær til Føroya. Til hesa ferðina er gjørd ein serstøk skrá. Fleiri føroyskar fyritøkur hava sýnt hesum túri áhuga og nýta høvið at gera vart við seg har yviri. Men áðrenn farið verður av landinum, er høvi at hoyra tað fløguaktuella Tórshavnar Manskór framføra smakkiroyndir úr hesi skránni. Í morgin tann 9. november kl. 16.00 verður nevniliga konsert í Norðurlandahúsinum við manskórinum. Harumframt luttaka eisini nakrir av solistunum, sum syngja á fløguni, og Tórshavnar Kamartrio, fer at spæla verk eftir Schubert. Skal sálarkannast 57 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri harðskap, ið førdi til deyða, er varðhaldsfongslaður í fýra vikur aftrat Tann skuldsetti maðurin varð handtikin 10. oktober, tí politiið hevði illgruna um, at hann hevði verið atvoldin til, at ein kona doyði sunnudagin 5. oktober í Havn. 11. oktober var hann fyri í rættinum, sum varðhaldsfongslaði mannin í fýra vikur, og hann skuldsettur fyri harðskap, ið førdi til deyða. Í gjár vóru tær fýra vikurnar úti, og tí var nýggjur rættarfundur. Á hesum rættarfundinum legði ákærin fram frágreiðing við nøkrum spurningum, sum rætsmedisinarin, ið kannaði líkið á konuni, hevur svarað uppá. Rætsmedisinarin heldur, at konan kann hava fingið snuddirnir av at vera dottin, men tað verður ikki hildið sannlíkt. Hon doyði av bløðingum í høvdinum, og rætsmedisinarin heldur ikki, hon kann hava lagt seg í songina sjálv, eftir at hava fingið snuddirnar. Hon kann ikki evera deyð av slagi frá knýttum neva, men heldur av onkrum tingi. Tað kom fram á rættarfundium í gjár, at frágreiðingin hjá manninum ikki samsvarar við tað, sum vitni ahva sagt. Ákærin kravdi at fáa mannin varðhaldsfongslaðan í fýra vikur aftrat, og at hann verður mentalkannaður eins og persónligu viðurskiftini hjá manninum eisini verða kanna. Verjin mótmælti, men dómarin eftirlíkaði í úrskurðinum, at maðurin skal mentalkannast og varðhaldsfongslast fýra vikur aftrat. Verjin mótmælti ikki. Maðurin er sostatt varðhaldsfongslaður fram til 5. desember. Jóannes Hansen Tey gloymdu ikki ættarbandið Um eftirkomarar hjá Onnu Katrinu og Jósupi úti á Bø í Svínoy, ið bæði komu til Svínoyar sum móðirloysingar Seinni partur Í blaðnum síðsta leygardag vóru nakrar hugleiðingar um tey bæði Annu Katrinu og Jósup úti á Bø í Svínoy. Felags fyri tey bæði var, at tey sum børn gjørdust móðirloysingar. Tey komu bæði í bóndahúsið har Heimi í Svínoy, har gjørdust tey góð, og tá tey giftust, settu tey búgv úti á Bø. Hesa ferð var ætlanin at siga eitt sindur um familjuna, sum stóðst av, at hesi bæði ognarleysu avbygdarfólkini komu til Svínoyar, giftust, settu búgv, stríddust og strevaðust og fingu sjey munnar at metta. Keldurnar Tey byggja land hjá Símuni Hansen eru altíð hentar at kaga í. Hesa ferð hava bæði fyrsta bind, sum er um Fugloy, og annað bind, sum er um Svínoy, verið nógv nýttar, og sætta bind, sum er annar av pørtunum um Klaksvíkina, hevur eisini verið á borðinum. Myndirnar av teimum sjey systkjunum eru læntar frá Tórgerð Høgnesen í Klaksvík. Hon eigur eisini forkunnugu myndina av ommuni, sum var í blaðnum seinast. Hinar báðar myndirnar hevur Tummas Thomassen í Havnini fingið til vega. Í síðstu viku var bátasmiðurin Pól Jóhannes nevndur. Øll, sum hava nakað samband við Svínoy, vita, at hann var úr Yvirstovu og ikki úr Gulakstovu, sum tað av óvart var komið at standa. Heini Joensen í Svínoy hevði givið nágreiniligar upplýsingar um ognarviðurskiftini á bátunum, sum vóru nevndir. Í sambandi við Mjølnir vórðu teir roknaðir upp, sum áttu í, men um Jósup var bara nevnt, at hann var altíð formaður. Tað lá í hesum, at hann eisini var ein av ánarunum, og hervið er tað staðfest. Tað er so ymiskt sum lív várt er lagað Hóast Jósup ikki var tíggju ára gamal, tá hann kom norður til Svínoyar, so gloymdi hann ikki sítt fedranna upphav í Køk í Havnini. Trý av børnunum ­ Tummas, Anna Sofía og Niclas ­ kallaði hann upp eftir sínum forfedrum. Og trý onnur ­ Sigga, Líggjas og Birita ­ fingu nøvn, sum vóru í familjuni hjá Onnu Katrinu. Lagnurnar hjá teimum sjey børnunum vóru ymiskar. Tey vóru glað og høvdu lættar løtur, og tey høvdu mótburð og møði og stríð, men uttan mun til, hvussu tað lagaði seg, so hava tey neyvan kent, at tað hjá teimum tørnaði so nógv øðrvísi út, enn tað gjørdi hjá so mongum øðrum. Lívsleiðin hjá teimum mundi vera ein miðal mynd av, hvussu korini hjá føroyingum vóru um aldarskiftið og fram ímóti seinna heimsbardaga. Fólkið livdi saman við og stríddist ímóti náttúrukreftunum. Og havið bæði gav og tók. Lívið var eitt satt knoss. Tey vóru glað, tá byrðurin var góður, og tey bóru sorg, tá lívsins stormar vóru um at kollsigla tey og tað, sum sá út til at vera gleði og gylt framtíð. Tey høvdu lært at bera lagnuna, soleiðis sum tey trúðu, at hon var løgd til rættis frammanundan, og tað kom teimum ikki til hugs at ákæra hin Hægsta fyri tað, sum var lagt á tey. Tuberklarnir Sum tað sæst á niðanfyri standandi, so vóru tað fleiri av teimum, sum her eru umrødd, ið plágaðust og doyðu av tuberklunum. Hetta var ikki eindømi í landi okkara fyrrapartin av hesi øldini. Henda herviliga smittan hevði so sera góð líkindi at gera um seg umborð á sluppunum, har mansskapið stríddist, skaffaði og svav undir ógvuliga primitivum umstøðum, og tá smittan var komin í eina bygd og í eina familju, so vísti hon seg ofta at vera eirindarleys. Tíbetur kenna vit so lítið til tuberklarnar í dag. Men tað er so stutt síðani, at fólkið livdi í ótta fyri hesum óynskta gestinum, sum vitjaði frá smáttu og til borg, og sum broytti lagnuna hjá so mongum og boygdi mangan ungan og lívsfúsan føroyingin. Vit hava hoyrt um tey, sum sóu tað sum sína lívsuppgávu at fáa bilbukt við tuberklarnar, og tað verður ongantíð gjørt ov nógv fyri at upplýsa um tað stríð og strev, sum tey løgdu rygg til. Tað er ikki so langt síðani, at tað í nøkrum sjónvarpssendingum varð lýst, hvussu umstøðurnar vóru hjá teimum, sum vóru sjúk, og hvussu tær vóru hjá teimum, sum stríddust fyri at basa sjúkuni. Sera áhugavert og læruríkt. Í skaldskapinum hjá Karsteni Hoydal fæst at vita, hvussu tað var at vera partur av umhvørvinum, har Magnussen, læknin, og hansara hjálparfólk stríddust fyri at útrudda tuberklarnar, og tað er ikki minni áhugaverdur lesnaður. Dikka og Tummas Jósup æt Niclasen, men hann og konan valdu at geva børnunum Thomassen til eftirnavn. Rímuligt var tað eftir pápa hansara, sum æt Tummas. Fyri hundrað árum síðani var tað sera ymiskt, hvørji eftirnøvn vóðru brúkt, og tað eru fleiri dømi um, at foreldur góvu børnunum hjá sær ymisk eftirnøvn. Árið eftir, at Anna Katrina og Jósup vóru gingin saman í hjúnalag, sá fyrsta barnið hjá teimum dagsins ljós. Tað var ein drongur, og tey kallaðu hann Tummas, og hann var pápi at Kaj Thomassen, sum fyri trimum vikum síðani fór um tey 90. Tummas var 26 ára gamal, tá hann giftist Fredrikku hjá Heindrikki ella Dikka, sum hon vanliga varð nevnd, og tey settu seg eisini niður úti á Bø. Hon var fødd í 1875, og var sostatt eini seks ár eldri enn Tummas. Tey fingu tvey børn ­ Kaj, sum seinni giftist inn í barndómsheimið ­ og so Fíu, sum var tvey ár yngri og gjørdist bóndakona í Suðurstovu í Hattarvík. Maðurin æt Andrass Fuglø. Miðskeiðis í sjeyti árunum fluttu tey til Klaksvíkar at búgva. Fía doyði í 1989, og Andrass legði árarnar inn í 1992. Tummas og Fredrikka livdu í hjúnarlagi í 22 ár. Hann hevði tikið gerðið eftir pápan. Konan arvaði fitt av jørð, so tey høvdu meiri at liva av í landbúnaðinum enn tey, sum einki áttu. Hin parturin av innløguni var tað, hann summarhálvárið vann sær sum skipsmaður. Hann sigldi við Dáva úr Gerðum, og hann var millum teir níggju, sum ­ so tekur Símun Hansen til ­ lótu lív í feigdarleikinum eystanfyri Selvogsnes, meðan Føroya stoltasta og snotuligasta skúta varð sundursorað. Tað var náttina til hósdagin 27. mars í 1929, at skonnartin Ernstina, sum Dávur átti saman við beiggjanum, J. F. Kjølbro, fórst. So var Dikka einkja, til hon slapp í 1955. Fía giftist til Hattarvíkar í 1939, men umframt Kaj, so var eisini ein annar drongur í húsinum. Tað var Karsten, systursonur Tummasar, sum var knapt tólv ára gamal, tá hann í septembur mánað í 1932 varð sendur av Toftum og norður til mammubeiggjakonuna, sum skuldi taka sær av honum. Har var hann, til hann setti føtur undir egið borð, og Dikka vísti hjartaligan kærleika ímóti dreinginum, sum kom úr einum av teimum mongu føroysku heimunum, ið vóru rakt av sjúku og sorg. Sigga Tummas var bara tvey ára gamal, tá fyrsta systurin kom 21. januar í 1883. Anna Katrina kallaði mammu sína, sum var deyð so tíðliga frá sínum børnum, upp. Sum vit nevndu í síðstu viku, so var hon ættað úr Eyðastovu í Svínoy og æt Sigga. Tann yngra Sigga var úti í Fugloy hjá abbanum eitt skifti, tá hon var smágenta. Hon giftist út á Toftir 5. oktobur í 1913, og lagnan var hvørki henni ella hennara blíð. Sigga og maðurin, Hanus heima í Túni á Toftum, fingu fimm børn. Hann var fiskimaður, og hon tók sær av børnunum so frægt sum hon orkaði. Sum fleiri onnur í familjuni og so nógv onnur í Svínoy og kring landið, so var Sigga nívd av tuberklum, og hon var ofta á sanatorinum í Hoydølum. Eina smágentu, Elisabeth, mistu tey í 1923. Meðan maðurin var undir Íslandi, vóru Sigga og børnini í Svínoy og ferðaðust hjá familjuni. Har fingu børnini kikhostan, og henda lítla fekk eisini lungnabruna og doyði. Hon varð grivin í Svínoy, og tað vóru ikki góð boð at fáa hjá manninum, tá hann nakrar vikur seinni kom aftur av skipi. Í 1935 fingu tuberklarnir bilbukt við Siggu. Børnini høvdu ofta verið hjá góðum fólki, og tvey ár eftir, at tey høvdu mist mammuna, fórst pápin. Hann slerdi út av strandasluppini Zealous, tá teir í septembur í 1937 vóru á veg heim av Eysturlandinum. Elsta barnið hjá teimum er Jústinus. Hann er føddur í 1917 og býr í Saltangará, Elisabeth, var fødd í 1919 og doyði í 1923. Karsten er føddur í 1920, og hann býr í Klaksvík. Anna Katrina er fødd í 1921, og hon býr í Rituvík. Yngstur var Hans Marius ella Hassi, sum hann varð nevndur á Toftum. Hann var føddur í 1926, og í 1966 doyði hann á veg til Italia við norskum farmaskipi. Hann var ógiftur og er grivin í Genova. Líggjas og Símun Petur Líggjas, sum var føddur í 1886, fór um hundrað ára skiftið, tá hann var um fermingaraldur, út til Fugloyar, har hann var at vera hjá abbanum í Keldhúsinum í Hattarvík. Hann fann sær konu av Fløtti á Kirkju. Hon æt Elsa Maria, og hon var fødd í 1896. Tey bæði giftust inn í Keldhúsinum í 1918, men hjúnarlagið vardi stutt. Hann mundi longu hava smittuna, tá tey giftust, og í 1920 doyði hann av tuberklum. Í 1923 giftist einkjan uppaftur við beiggja fyrra mannin. Hann æt Símun Petur Thomassen, var føddur í 1891, og hann var sostatt farin uppum tey tríati, tá tey bæði giftust. Vert er at leggja til merkis, at Elsebeth Maria var tíggju ár yngri enn fyrri maðurin og fimm ár yngri enn seinni maðurin. Í øllum hinum fimm giftarmálunum, har systkini hjá Líggjasi og Símun Peturi vóru annar parturin, vóru konurnar eldri enn menninir Elsebeth Maria og Símun Petur høvdu eitt langt og gott lív saman. Hann var skipsmaður, og tey fyrstu nógvu árini búðu tey í Hattarvík, men í 1956 fluttu tey til Klaksvíkar, har báðar døtrarnar høvdu sett búgv. Símun Petur var tann av systkjunum, sum livdi longst. Hann var lættur uppá sporið, hann hevði eitt lætt lyndi, og familjualskurin kom til sjóndar í livandi áhuganum, sum hann hevði í øllum tí, sum tey í yngra ættarliðnum tókust við. So leingi hann orkaði var hann til arbeiðis, og tað kendist altíð hugnaligt og fjálgt at koma inn á gólvið hjá teimum báðum úti á Bumsham-ri. Símun Petursa foldarlív endaði í 1971, og í 1972 legði Elsa Maria árarnar inn. Í fyrru giftuni vóru eingi børn. Elsebeth Maria og Símun Petur fingu tvær døtrar, sum báðar búgva í Klaksvík. Alisa er fødd í 1927, og Tórgerð er fødd í 1930. Anna Sofía Fjórða barnið hjá Onnu Katrinu og Tummasi var ein genta. Hana kallaðu tey Anna Sofía. Hon var fødd í 1889, og hon var um 25 ára aldur, tá hon í 1914 giftist við Óla Jákup millum Garðarnar, sum var ættaður av Fløttinum í Klaksvík og føddur í 1890. Tey bæði settu seg niður uppi á Heygum, har Óla Jákup bygdi fast í hjá bróðrinum Jákupi, men í 1928 fluttu tey til Klaksvíkar. Elsti sonur teirra, Jósup, var at vera hjá ommuni og abbanum úti á Bø, inntil hann seinni fór til Klaksvíkar, har hann festi búgv á sama hátt sum fleiri av hinum systkjunum. Anna Sofía doyði leið nógv av astmu, og í 1937 var hon á sanatorinum, tí hon hevði fingið tuberklar. Hon doyði í 1941. Óla Jákup livdi til í 1971. Allir klaksvíkingar minnast henda hugflogsríka mannin. Jósup, sum var føddur í 1914, doyði í 1970, Marin Malena, sum er fødd í 1916, býr í Sørvági, Anna Katrina, sum er fødd í 1918, býr í Leirvík, Elsa Maria ella Lisa, sum hon varð kallað, búði í Klaksvík. Hon var fødd í 1921, og hon doyði í 1980 Rasmus, sum er føddur í 1923, Diana, sum er fødd í 1925 og Kristoffur, sum er føddur í 1927, búgva øll í Klaksvík. Birita Yngsta gentan hjá Dikku og Tummasi var Birita. Hon var fødd í 1894, og í 1922 giftist hon Jóannesi úti á Váli. Hann var føddur í 1896. Tey bygdu úti í Váli, og tey fingu fram til 1931 fimm børn, og byrðurin tóktist teimum góður. Men so reistu óløgini seg. Annar drongurin brendist so illa, at hann doyði av tí, og 1. desembur í 1937 skolaði lívsins brotasjógvur rættiliga yvir tey. Jóannes var saman við øðrum á veg út til Svínoyar við gomlu Brittons Pride, og úti fyri Havsbøll fórst báturin, sum teir vóru farnir í. Eftir sat Birita við fýra børnum ­ Líggjas var fimtan ára gamal og elstur. Tá var eingin inntøkutrygd og hjálp at fáa, so umframt eymastu bondini, ið vórðu kvett av, so var hetta eisini ein øðiligur fíggjarligur og sosialur smeitur. Talan var um eitt valahús. Jóannes var skipari á sluppini Haraldi, sum Kjølbro átti, men nú var eftir einari lítlari løtu alt hetta broytt. Um krígslok flutti øll familjan til Klaksvíkar at búgva. Tey fingu eini hús upp á Selheyggi, áðrenn Birita doyði í 1949. Elsti sonur teirra var Líggjas. Hann var føddur í 1922, og búði í mong ár í Klaksvík. Tey seinnu árini búði hann í Havnini. Líggjas doyði í 1992. Hanna, sum í nógv ár búði í Grønlandi, men sum nú í fleiri ár hevur búð í Danmark, var fødd í 1925, Anna Katrina, sum er fødd í 1927, býr í Klaksvík, og Thomasia var fødd í 1931. Hon og hennara familja fluttu í 1970 til Grønlands, og har doyði hon í 1990. Smádrongurin, sum tey mistu, æt Hans. Hann var føddur í 1924 og hann doyði longu í 1925. Niclas Yngstur í flokkinum var Niclas, sum ongantíð giftist. Hann var føddur í 1900. Tað var tíðliga, at hann fekk smittuna, og stóran part av sínum vaksna lívið var hann bundin at sanatorinum í Hoydølum. Svínoyrafólk, sum nú eru farin um dustsins ár og reiðiliga tað, minnast hann millum lítið og einki at hava verið har í bygdini, og í 1935 gjørdu tuberklarnir enda á honum. Fýra av teimum sjey systkjunum, sum vóru fødd frá 1883 og fram til ár 1900 doyðu í bestu árum, og tveir av svágrunum fóru á sjónum ­ annar við skipi og hin við opnum báti. Og tað var stutt ímillum, at fleiri teirra fóru. Líggjas doyði í 1919, Tummas doyði í 1930, Sigga og Niclas doyðu bæði í 1935, og Hanus og Jóannes sjólótust báðir seinnapartin av 1937. Føðingardagsbarnið Nú eru longu nógv ár síðani, at tann síðsti í umrødda ættarliðnum fór undir grønu torvu, og sum nevnt, so eru tað fleiri av teimum í næsta ættarliðnum, sum heldur ikki eru okkara millum. Íblásturin til hesar hugleiðingarnar var, at elsta barnabarnið hjá Onnu Katrinu og Jósupi, Kaj Thomassen, fyri trimum vikum síðani fylti 90 ár. Kaj er føddur í 1907, og at tað var ein stórhending ímillum systkini hjá pápa hansara, tá hann kom í verðina, kunnu vit ímynda okkum út frá, at tey eru mong í familjuni, sum alla tíðina hava kallað hann Kaj beiggi. Kaj var trettan ára gamal, tá pápabeiggin, sum var farin til Fugloyar, doyði av sjúku, og hann var tilkomin, tá lívsins brotasjógvar, sum eru umrøddir omanfyri, skolaðu inn yvir familjuna. Tað hevur ofta verið tikið til, at teir báðir feðgarnir, Tummas og Kaj úti á Bø, vóru so sera væl. Sást tú annan, so sást tú hin. Kaj fór tíðliga til skips, og tá Dávur úr Gerðum fekk Ernstinu, hevði pápin, uttan at Kaj visti av tí, orðað við Dáva, um ikki sonurin eisini kundi sleppa við honum hetta várið. Tað var orsøkin til, at feðgarnir báðir vóru við sama skipi, tá pápin fórst við Ernstinu fyri meiri meiri enn 67 árum síðani. Kaj, sum tá var 23 ára gamal, taldist ímillum teir seytjan, sum komu undan við lívinum. Kaj er einasti av mansskapinum á Ernstinu, sum er eftir á lívi. Hann hevur ikki gjørt nógv av at tosa um skipbrotið, men fyri nøkrum fáum árum síðani greiddi hann sáttligur og siðiligur, sum hann er, frá í sjónvarpinum, hvussu hann mintist hetta at vera farið fram. Burtursæð frá krígsárunum, so sigldi Kaj úti á Bø við Skálanesi, sum Dávur úr Gerðum og Kjølbro keyptu, eftir at Ernstina var farin. Dávur úr Gerðum, sum helt til hjá teimum úti á Bø, tá hann var í Svínoy, førdi Skálanes nógvu tey fyrru árini, og seinni var tað sonur hansara Óli, sum var skipari á Skálanesi. Á sumri í 1961 brendi Skálanes í Grønlandi. Soli deo Gloria, sum Jóannes hjá Dáva átti, fór til Havnar eftir manningini, og hetta sunnukvøldið, tá Solo í dýrdarveðrið kom heim eftir vánni, og henda skipbrotna manningin steig á land, er nakað, sum ikki fer úr huganum á smádreinginum, sum slapp við foreldrunum út í Klaksvík at taka ímóti skyldmanninum. Eftir kríggið var tað vanligt, at útoyggjamenn komu til Klaksvíkar at rógva út um vetrarnar. Teir búleikaðust ofta umborð, og tað mundi onkuntíð kennast langligt, tá tað ikki vóru útróðarlíkindir nógvar dagar og kanska vikur upp í slag. Hesir menninir vildu sjálvsagt frætta frá sínum kæru og fylgja við í, hvussu tað gekk í heimbygdini. Telefonsambandið var ikki so lagaligt tá, sum tað er nú. Avgreiðslutíðin var long, og teir kundu sita leingi í bíðirúminum á gomlu telefonstøðini og bíða, áðrenn tað var greitt. Jógvan á Syðradali driftaði sluppina Gudrun í sekstiárunum, og Kaj taldist tá ímillum fleiri útoyggjamenn, sum róðu út við Jógvani. Hetta mundi vera tað seinasta, sum hann var burtur. Sum vit nevndu seinasta leygardag, so róði Kaj út undir krígnum við Orminum Langa, og tað mundi mangan vera stríggið at egna og fara til útróðarar og síðani at fara inn í Sund at sleppa sær av við fongin. Fyri at lætta um skiftust bátarnir viðhvørt um at fara inn av avrreiða. Í Sundi keyptu teir øvur til agn frá onkrum sundamonnum, sum høvdu tað til vinnuveg at syrgja fyri agninum. Sjálvt um teir mundu vera móðir og troyttir av útróðri og stiming, so var tað heilt vanligt, at teir stungu fliður á veg út aftur til Svínoyar. Kaj røktaði í nógv ár suðuri í Berginum saman við Óla Danielsen ella Hús-Ólavi, sum hann var róptur í Svínoy, tí hann var ættaður av Húsum. Pápi Dikku og abbi Kaj, Heindrikur í Tronganum, røktaði Bergið í síni tíð. Seinni røktaði Kaj saman við Jákupi á Rókini. Familjan Kaj fór ikki langt, tá hann skuldi finna sær konu. Kristina æt konan í grannahúsunum. Hon var tvær ferðirnar gift. Fyrri maðurin, Guttormur Mikkelsen, ið var úr Árnafirði, gekk burtur 13. desembur í 1913, og tá áttu tey trý børn. Í 1915 giftist Kristina uppaftur við Poul Lind ella Poul úti á Lag, sum svínoyingar róptu hann. Poul var sonur Tofta-Jóhonnu og Jóannes Lind. Kristina og Poul Lind fingu tríggjar gentur, og Jenny, sum er fødd í 1921, er tann yngsta av teimum. Jenny og Kaj giftust í 1945. Tey eiga seks børn. Tummas, sum er føddur í 1945, og Kristina, sum fødd í 1947, búgva í Havnini, Fróði, sum er føddur í 1952, býr í Klaksvík, og Páll, sum er føddur í 1949, Bjarti, sum er føddur í 1955 og Ólavur, sum er føddur í 1960, búgva í Svínoy. Tá Jenny giftist við Kaj hevði hon systurdóttrina Sóley við inn í grannahúsini. Sóley er dóttur elstu systur Jenny, sum eitur Jóhanna. Hon býr í Borgarnesi norðanfyri Reykjavík. Sóley, sum er fødd í 1937, býr í Havnini. Endi Nú eru árini vorðin mong hjá Jenny og Kaj, sum fyri hálvum triðja ári síðani hildu væleydnaða gullbrúdleypsveitslu hjá dóttrini í Havnini. Vit heilsa tykkum enn eina ferð og biðja Guds signing yvir tykkum og tykkara. Skarðin, sum Anna Katrina og Jósup vóru forfedrar at, hevur vaksið seg stóran. Talan er um bæði fimta og sætta lið. Øllum hesum verður send ein familjuheilsa, nú hugleiðingarnar, sum sprottust av 90 ára føðingardegnum næstsíðsta sunnudag, eru at enda komnar í hesum umfarinum. Okkurt er komið fram afturat hesa vikuna, sum er farin, síðani fyrra greinin stóð í blaðnum. Tað venda vit aftur til, eina ferð undan jólunum. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Føroyahúsið í Keypmannahavn Tiltøk í november Hvønn mánadag: Kl. 16.30-18.30: Dagur og vika heiman, um tilfarið er komið. Samstundis ber til at keypa sær døgurða. Hvønn týsdag: Kl. 17.30: Døgurðaborð við kaffi og køku, 50-70 kr. Ring og sig frá í seinasta lagi dagin fyri. Hvønn fríggjadag: Kl. 17-18.30: Eydnustund við bíligum sodavatni og øli. Hvønn dag: Kl. 16.30-18.30: Ein verður hvønn dag. Tað kann vera knettir, frikadellur, flak, ræstur fiskur o.a. 35 kr. Smurt breyð við føroyskum viðskera: rullupylsu, skinsakjøti og møguliga turrum kjøti. Mánadagin 10. nov.: Kvinnufelagið fund/hugnaløtu kl. 19: Dekoratiónir, klipp og annað. Anna Nolsøe Toft leggur lag á. Týsdagin 11. nov. mortansmessa: Døgurði kl. 17.30: Stokt dunna við eplum og sós, kaffi og køku. 60 kr. Jóannes Erik Køtlum spælir harmoniku. Leygardagin 15. nov.: Víndagur: Vit taka uppaftur tað væleydnaða tiltakið við vínsmakking, borðhaldið við verðum úr somu londum sum vínið. Tema: Jørðina runt 15. november: Vínsmakking kl. 16-18: Fleiri sløg av reyð-víni og hvítvíni. Hesu ferð verða vínsløgini úr Bulgariu Italiu, Grikkalandi, Fraklandi, Argentina/Kila, Kaleforniu, Australiu og Suðurafriku. Pauli Joensen, vínkennari, fer at greiða frá um vínsløgini, árgangir, dygd og spjøldur og um at smakka vín. Borðhald kl. 19-22: Borðhaldið verður sera áhugavert og leskiligt sjálvtøkuborð við ymsum verðum rættum úr teimum átta vínlondunum. Jonnhild Janusarson og Marianna Andreassen standa fyri matgerðini og fríðkanini í hølunum. Undir borðhaldinum verður felagssangur. Bólkurin Moira spælir undir. Vínveitslurøðari hesa ferð verður Kristianna Rein, laborantur úr Havn. Dansur kl. 22-02: Føroyski bólkurin Moira spælir. Í hesm bólki eru Kim Hansen, Terji Rasmussen, Kai Jóhannessen, Hjalti Joensen og Mikkjal Joensen. Vínsmakkingin verður hesa ferð á 1. hædd. Forsølan av atgongumerkjum er byrjað í Føroyahúsinum. Allur víndagurin frá kl. 16-02 bert 225 kr. vínsmakking 90 kr. borðhaldið 150 kr. borðhaldið og dansurin 200 kr. og dansurin 60 kr. Sunnudagin 16. nov.: Fernisering kl. 15-17: Listamaðurin Jens í Dali sýnir fram málningar og tekningar. Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn, sum skipar fyri, bjóðar vín og juice. Týsdagin 18. nov.: Døgurði kl. 17.30: Tvøst og spik og eplir. Kaffi og pannukøka omaná. 60 kr. Bingo bingo kl. 19-22: Umframt nógvar aðrar góðar vinningar er ein ferð til Føroya við Atlantic Airways at vinna. 12 spøl hvørt kvøld. Plátan kostar 10 kr. og lutaseðilin 5 kr. Fríggjadagin 21. nov.: Kafékvøld kl. 21-24: Íslendinguri Siggi Bjørns, Sigurður Bjørnsson, sum í 10 ár hevur verið sangari og útgivið fýra fløgur, fer at syngja og spæla løg frá 60'unum og 70'unum. Siggi er ættaður av Flateyri á Vestfjørðum og var sjómaður, áðrenn hann gjørdist stangari. Atgongumerki 25 kr. Kaffistovan er opin kl. 14-24. Leygardagin 22. nov.: Jólamarknaður kl. 15-20: Leiga eitt borð fyri 50 kr. og kom og sel jólaprýði av ymsum slag á tínum egna borði. Støkk inn á gólvið í Føroyahúsinum hendan hugnadagin og keyp tær advents-krans, jólapynt, kaffi, køku og gløgg. Jólaborð kl. 17-19: Sjálvtøkuborð við leskiligum føroyskum og donskum mati. Kostnaður 75 kr. Sunnudagin 23. nov.: Bókadagurin kl. 15-18: Framløga av føroyskum bókum, sum komnar er í ár. Upplestur og tónleikur. Gestir: Marianna Debes Dahl, rithøvundur, sum nú gevur bók út við endurminningum. Árni Dahl, sum hevur forlagið Fannir, fer at siga frá um forlagsarbeiðið í Føroy-um og Heðin Klein, rithøvundur og lærari, fer at siga eitt sindur um Steinbjørn B. Jacobsen, sum fylti 60 ár í heyst, og fer at lesa upp yrkingar hjá honum. Føroyingafelagið skipar fyri saman við bókavørðinum í Føroyahúsinum, Arnbjørn Dalsgarð. Týsdagin 25. nov.: Døgurði kl. 17.30-19: Kjálkar, eplir og smelt, kaffi og køkur. 50 kr. Fríggjadagin 28. nov.: Kafékvøld kl. 21-24: Bólkurin Safir við Tor Verland Jóhansen og Janusi Trúgvason syngja og spæla. Atgongumerki 30 kr. Stórfingnar gávur Føroya Sparikassi hevur latið úr Gávugrunni Sparikassans kr. 10.000 til nýgerð ella umvæling í Føroyahúsinum. Carlsbergs Mindelegat hevur latið úr teirra grunni kr. 30.000 til nýggja ljóð- og tónleikaútgerð í Føroyahúsinum. Føroyahúsið er báðum grunnunum sera takksamt. Og somuleiðis H. N. Jacobsens Bókhandil fyri 10 eintøk av nýggju Føroya Fólks Songbók, sum handilin hevur latið okkum. Gev gætur Jólatræið verður sunnudagin 7. des. Jólaheilsanir verða sendar sunnudagin 14. des. Norðuratlantskvøld verður í Sámuelskirkjuni leygardagin 13. des. kl. 17 við Húsakórinum, grønlendska MIK-kórinum og Aavaat-kórinum og Íslendska Kórinum. 1.-9. november er fjølbroytt føroysk mentanarvika í Løgten/Skødstrup. Áki Bertholdsen Eyðdis vald fyri Gordon Eitt nevndarval varð avgreitt, men tvey mugu bíða Á býráðsfundi hósdagin varð Eyðdis Baldvinsson vald til varalim í umboðsnevndini hjá SEV fyri Gordon Ejdesgaard, sum er fluttur til Grønlands. Fasti limurin fyri Tórshavnar Kommunu í umboðsnevndini hjá SEV er Hallstein Sigurðsson. Hinvegin vóru tvey onnur nevndarval útsett. Býráðið skuldi velja ein lim afturat í barnaverndini, so tey nú verða seks. Tað er eftir áheitan frá barnaverndini sjálvari. Skotið varð upp at velja Ellen Holm til fastan lim og Esmi Olsen sum varalim. Báðar sótu í barnaverndini á Argjum. Byráðið skuldi somuleiðis velja ein lim í nevndina fyri Tórshavnar Musikskúla fyri Anitu Ellendersen, sum er flutt. Men heldur ikki tað nevndarvalið kundi avgreiðast hósdagin tí avloysarin var ikki funnin. Málteigurin Úr Orðafari VÆLKOMNIR FRÆNDUR Fyska mánevndin fagnar umboðum fyri málnevndirnar í hinum Norðurlondum og býður teimum hjartaliga vælkomnum til fundar í Føroyum við vón um fródligar fyrilestrar og umrøður um evnini mál og miðlar og mál og kyn. Tað er søguligt, at fyrsti ársfundur hjá hinum nýstovnaða Málráð Norðurlanda, ið reist er á toftum Málstovu Norðurlanda, verður hildin he rum somu leið. Málsamstarvið í Norðurlondum hevur staðið sína roynd í mong árini, men neyvan man tørvurin á tí nakrantíð hava verið størri enn júst nú, ið altjóðan og heimskringing eru hugtøk, ið troka javnt og samt á. Nú kann tann tykja lítil, ið fyrr var málsligt stórveldi her um vegir. Nú ræður um seming og áralag. HEINTA HENTA Hetta eru tvey fullgóð føroysk orð, men tey merkja hvørt sítt. At heinta er at 'fara eftir' einum-hvørjum, upprunaliga heimta, t.e. 'taka heim' el. til. At heinta er eisini at taka fiskiloddið nakað uppfrá, eftir at tað er komá botn. Samsvarandi navnorð er heinti, t.d. kenna í heinta, t.d. 'kenna í somu løtu, sum heintað verður'. Annað er at henta, t.e. 'taka upp við hondini ella upp í hondina', avleitt av orðinum hond. Vit henta ber, lesull o.a. Stuttligt er, at lesullarlagdur eitur hentilaged á hetlendskum lesa merkti upprunaliga at 'henta' Nú vil so til, at heinta eitur hente á donskum. Hetta hevur vilt mangan til at hald, at henta er ikki nóg gott føroyskt orð, men at tað heldur eigur at vera heinta. Í barnasøgum hoyrist iki so sjáldna, at tey heinta ber, og fyri stuttum ljóðaði, at menn høvdu heintað mandarinir suður í londum. Av frásøgnini skiltist, at teir høvdu ikki verið eftir mandarinum, men teir høvdu hjálpt til at henta henda leskiliga ávøkst, t.e. taka hann niður úr trøunum. AT TAKA TARV Gitið er tað, sum maðurin segði á sinni, at nú var at taka tarvin við hornunum, sum tað eitur á føroyskum. Tað er bara tað, at soleiðis hevur tað aldri itið á føroyskum. Hetta er einki uttan hitt danska orðafellið at tage tyren ved hornene, ið hermt er eftir orð fyri orð. Var rætt hermt, hevði tað verið tað, tað var. Men ved samsvarar her als ikki við føroyskt við. Tú kanst taka fisk við høvdi og gørnum, men hví nevna tað, tá ið tú fyrst fert í holt við at taka ein tarv, at nú tekur tú hann við hornunum. Annað hevði verið løgið Skuldu vit roynt at týtt orðafellið, var ein møguleikin kanska: At taka um hornini á tarvinum, men tað tykir heldur lofnað. Í fornum máli varð tikið til, at maður var harður í horn at taka , og er tann myndin helst komin av tøkum við tarv. ANNAR Talað varð um tveir lutir. Í staðin fyri at siga annar, sum rætt er, segði maðurin tann eini Deydligt. FISKAVIRKING ER HON Fiskavirking er deyðadømt, stóð einaferð at lesa við stórum støvum framman á einum av bløðunum, og í greinini inni í blaðnum, sum víst varð til, stendur, at Fiskavirking er sloppið at standa sína roynd, og har standa eisini endurtikin orðini á framsíðuni: Fiskavirking er deyðadømt. Hvat er tað, sum ger, at kvennkynsnavnorð kallar á lýsingarorð og -hátt í hvørkikyni Er føroyskt um at far aí partalag við mál, har sum tað er í samljóði við mállæruna at siga eitt nú: Sild er godt og Mælk er dejligt HALDA Í Tað hoyrist meir enn so sagt t.d.: Halt í hondini á mær, halt í bandinum, ikki bara av børnum, men eisini tilkomnum fólki. Hetta er so skeivt, sum tað fær verið. Tað rætta er: Halt í hondina á mær, halt í bandið. Hvønn fall og ikki hvørjumfall HER Í SUMMAR Hetta er óføroyskt tiltikið, tó at orðini hvørt sær eru føroysk. Heldur átti at verið sagt: Nú í summar ella bara í summar. HH Styttingarnar tróta ikki nú á døgum. Henda her omanfyri skal vist merkja 'hægri handilsprógv'. Tykir neyðugt at bera fram styttingina og ikki hitt fulla heitið, áttu fjølmiðlar at eirt fólki fyri at latið hana ljóða hå, hå. Tíðin átti so sanniliga at verið farin frá slíkum málsligum eftirstøðum Skal verða stytt í hesum føri, sigið so há, há Felagið Føroyskir tannarøktarar stovnað Leygardagin 25. okt. 97 bleiv felagið Føroyskir tannarøktarar stovnað. Felagið virkar sum ein áhugabólkur undir Starvsmannafelagnum. Á stovnandi aðalfundinum varð nevnd vald. Í hana komu Anna Brattaberg Samuelsen, formaður, Eina Gudmundsen, kassameistari, Berghild Gullaksen, skrivari og Alma Hansen, tiltakslimir. Starvsmannafelagið tekur sær av øllum fakfelagsmálum, meðan áhugabólkurin hjá tannarøktarunum tekur sær av tí fakliga partinum. Tannarøktarar verða útbúnir á tannlæknaháskúlum. Í mai 1996 kom nýggj lóg í gildi í Danmark, sum gevur tannarøktarum loyvi til at arbeiða sjálvstøðugt. Henda lóg er ikki galdandi í Føroyum enn, men kemur væntandi í gildi skjótt. Í samband við hesar broytingar er tannarøktaraútbúgvingin longd við einum hálvum ári. Víðkanin av útbúgvingini skal m.a. nýtast til at læra at leggja doyving. Teir tannarøktarar, sum eru útbúnir eftir gomlu skipanini mugu tískil á skeið í Danmark at læra at leggja doyving. Teir fyrstu 5 tannarøktararnir tóku hetta skeið í apríl í ár og eru teir: Alma Hansen, Berghild Gullaksen, Emma Jacobsen, Herborg G. Foldbo og Dagmar Leonson. Hinir tannarøktararnir fara á skeið komandi ár. Upplýsing og fyribirging Tannarøktarar arbeiða við upplýsing og fyribyrgjandi arbeiði innan tannarøkt. Í dag eru 12 tannarøktarar út við heilsusystur á vitjan hjá smábarnafamiljum, vitja á barnagørðum, undirvísa starvsfólkum og búfólki á sjúkrahúsi ellis- og røktarheimum. Um onkur ynskir at fáa meira at vita um tannarøktarafakið, kunnu fólk venda sær til ein av tannarøktarunum. John Rasmussen 18.12.81-10.09.97 Minningarorð John Rasmussen Bardagamaður farin Í orrustum miklum og runsivalsstríði, hann stóð eins og klettur í brimi. Tá lítil var orka, var seiggið tess meiri, hann bardist tó við hvørjum limi. Og brekið og sjúka sum brimið við klettin av lívstrá tey máaðu burtur, inntil hann at enda sum klettur í brimi gav andan upp, møtti tí Drátti. sum varðveitir, troystar í sorgum, til ein dag vit hittast í himmalsins borgum. Hóast vit vistu, tað kundi henda hvørja løtu, so var tað ein stórur hvøkkur, tá eg kom heim mikudagin 10. sept. Yngra dóttirin stóð fyri mær og segði: Babba, veitst tú hvat John er deyður. John hevði snýtt deyðan so mangan í evstu løtu, at eg mest sum hevði væntað, at hesin lítli og illa sjúki bardagamaðurin fór at vinna nøkur ár afturat. Men so skuldi ikki verða. Lív hansara, ið var ein bardagi frá byrjan, var nú komið at enda. Megin var nýtt og nú orkaði hann ikki meira. Mær stendur fast í minni fyrstu ferð, eg hevði samband við John. Eg hevði møtt honum nakrar ferðir áður, men satt at siga ræddist eg eitt sindur, so brekaður hann var. Eg var júst aftur komin úr Aberdeen og hevði keypt páskaregg til børnini hjá Marin og Andras. Eg hugsaði nógv um, um tað mundi loysa seg at keypa eitt til John eisini, men helt at tað skuldi roynast kortini. Eg gloymi ongantíð andlitið á John, tá hann sá páskareggið. Og júst smílið og láturin, sum eyðkendi John, sita rimmarfast í minni mínum fyri restina av lívinum. Eisini í løtum tá hann ikki var so væl fyri, og hervilig sjúka gjørdi álop á hann, tá sá ein smílið, ikki so stórt og breitt sum onkuntíð, men hann royndi kortini. Í hesi løtu leita hugsanir mínar til tykkum, Marin, Andras, Bodil, Anton og Margret. Harrin leggur ikki størri byrðar á okkum, enn vit eru ment at bera. Tykkara kærleiki til Harran og til hvørt annað hevur borið higartil og fer at bera, inntil tit ein dag møta John aftur í tí staði, har sorg, sjúka og pína ei er. Eg veit, at tit gjøgnum lívið hava lært at seta álit tykkara til Harran. Hann skal hjálpa tykkum. Eisini ígjøgnum hesa sváru tíð. Edmund Løgmaður hevur einki bræv fingið Vit eiga ongan lut í málinum um Framtaksgrunnin, og hava heldur ikki lagt okkum út í málið, sigur bankastjórin Hóast tað ikki kom greitt fram í tinginum í gjár, hvør hevði fingið nógv umrødda bræv frá Føroya Banka, so kann tað hervið váttast, at tað ið hvussu so er ikki er løgmaður, ið stendur sum móttakari. Vit hava als ikki verið spurdir, og vit hava heldur ikki sett okkum í samband við løgmann ella aðrar politikarar. Stutt sagt vit hava einki við málið at gera, sigur Jørn Astrup Hansen, og hann heldur, at tað átti bankin heldur ikki at havt. Tað, sum málið snýr seg um, er helst, at Edmund Joensen, løgmaður, hevur fingið innlit í eitt bræv, sum bankin hevur sent einum av viðskiftafólkum sínum. Hava tit als ongan áhuga fyri um grunnurin fer á húsagang ella verður umskipaður Tað einasta, sum eg veit í hesum máli er, at Framtaksgrunnurin fer á húsagang týsdagin, um ikki virðurskiftini fáast í rættlag, men um tað er gagnligt ella ikki, havi eg onga viðmerking til. Vit eiga ongan lut í hesum málinum, sigur Astrup Hansen í lítlari viðmerking. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo. Løgmaður átekur sær onga ábyrgd Verður málið ikki sent aftur í nevnd, so fari eg ikki at taka ábyrgdina, segði Edmund Joensen, løgmaður, m.a. undir viðgerðini av málinum um Framtaksgrunnin í tinginum í gjár Ótryggleikin setti sín dám í tinginum í gjár, av tí at viðurskiftini við Framtaksgrunninum eru so ógreið, hvussu hann virkar ella ikki virkar, og um treytirnar, sum fíggjarnevndin í sínum áliti hevur sett fram, aftur fyri at geva løgmanni heimildir at konvertera lánspening til eginpening. Harnæst eru tvey broytingaruppskot løgd fram, um at fáa nevndina í Framtaksgrunninum frá, sum Henrik Old hevur lagt fram, og eitt um at broyta viðtøkurnar fyri grunnin soleiðis, at nevndarlimir til eina og hvørja tíð kunnu siga seg frá, eins og tann, sum hevur valt teir, kunnu seta teir frá og seta aðrar í staðin. Hetta seinna broytingaruppskotið settu fleiri tinglimir fram í felag. Teir eru: Óli Jacobsen, Atli Hansen, Henrik Old, Helena Dam á Neystabø og Óli Breckmann. Galdandi lógir og brævið frá bankanum Tvey viðurskifti vóru serliga nógv umrødd. Eitt var um, undir hvørjum lógum og reglum Framtaksgrunnurin virkar, og hitt um eitt bræv, sum stjórin í Føroya Banka skuldi havt sent. Tað kom ikki greitt fram, um løgmaður hevði fingið brævið frá bankastjóranum, men Edmund Joensen nevndi í síni røðu, at tær treytir, sum fíggjarnevndin setir, fær Føroya Banka at sleppa sær undan bindingum við feløg í Framtaksgrunninum. Hvat fara útlendingar at halda Eg vil hava málið aftur í nevnd, og eg fari at biða menn hugsa seg væl um, tí hetta er álvarsmál, segði Edmund Joensen og skoytti uppí: Hvat fara teir útlendsku bankarnir, sum fíggja útflutningin at siga, tá teir hoyra, at føroyski bankin ikki vil, segði løgmaður. Hann upplýsti eisini tinginum um løgfrøðiligu niðurstøðuna, sum teir serkønu í Tinganesi eru komnir til: Framtaksgrunnurin ikki er undir lógini um vinnurekandi grunnar. Tað hevur hann ongantíð verið, men ivamálið hevur verið, hvat fór at henda, um grunnurin skuldi avtakast. Til hetta siga løgfrøðingar í Tinganesi, at skal Framtaksgrunnurin avtakast, so skal tað gerast sambært viðtøkunum fyri grunnin. Tað merkir, at løgmaður og danski forsætisráðharrin, sumvarða av grunninum, skulu taka støðu til, um hann skal takast av. Løgmaður endaði sína røðu við at biða tingfólk hugsa seg væl um. Hann fór ikki at taka ábyrgdina, um tingfólkið ikki eisini tóku sín part. Óli Jacobsen, í Verkamannafylkingini, vildi verða við, at her fór okkurt fram, sum føroyingar ikki áttu at góðtakið. Hann sipaði til eftirlitið. Tá grunnurin var stovnaður, skuldu Fíggjareftirlitið í Danmark og Grannskoðanarnevnd Landsins hava eftirlit við grunninum, men seinni var Landsgrannskoðanin skúgvað til viks. Óli Jacobsen tók til um nevndina og formannin í Framtaksgrunninum. Søpla burtur Fyri trimum árumsíðan var formaðurin hálaður inn av gøtuni, at umsita grunnin. Hann hevur søpla burtur 22 mió. krónur eftir trimum árum. Hann sóknaðist eftir nøkrum, sum kallast nevndarálit, eins og hann spurdi til brævið frá Føroya Banka. Henrik Old helt, at tað átti ikki at verið neyðugt við hesum uppskotinum. Um vit høvdu ein vanligan løgmann, hevði tað ikki verið neyðugt at sett slíkt uppskot fram, tí vanligir løgmenn høvdu greitt tinginum frá viðurskiftunum, segði Henrik Old. Hann tók til, at Framtaksgrunnurin, bert hesar dagar málið hevur verið í tinginum, er hallið 7 mió. krónur størri, enn tá teir byrjaðu. Henrik Old helt, at orsøkin kundi vera beinagrindir, sum duttu úr gomlum skápum á Fiskasøluni, og um tingið bíðaði longur, fór skuldin bert at verða størri. John Petersen, landsstýrismaður minti tingfólkini á ferðina, tá bankasamanleggingin fór fram. Tá hevði Den Danske Bank hótt við at taka kredittstuðulin frá Fiskasøuni, um bankarnir ikki vóru lagdir saman. Hann samanbar nógv umrødda brævið frá Føroya Banka í gjár, við viðurskiftini við bankasamanleggingini. Koyr grunnin hagar piparið grør Um slík hóttan nú er komin, so áttu vit at avtikið Framtaksgrunnin, og latið hann farið hagar piparið grør. Handan hóttanin er ov mikið av tí góða, segði John Petersen. Ernst Hansen, í Verkamannafylkingini og limir í fíggjarnevndini, helt, at fíggjarnevndin ikki hevði viðgjørt málið, sum tað átti. Hann helt tí, at tað var best at koyra tað aftur í nevnd. Tað, at nýggir upplýsingar vóru komnir fram, vísti, at fíggjarnevndin hevði arbeitt undir skeivum fortreytum, men at møguleikar nú vóru betri. Finnbogi Ískason, limur í fíggjarnevndini fyri Tjóðvedisflokkin, hevði bert tveir spurningar til løgmann, í samband við at Edmund Joensen hevði nevnt, at hann ikki tók ábyrgdina, um málið ikki varð koyrt aftur í nevnd: Tveir spurningar til løgmann Ætlar løgmaður at verða sitandi, og umsita ein politikk, sum hann heldur vera óforsvarligan Ætlar løgmaður, sum avleiðing av hesum málinum, at útskriva val, spurdi Finnbogi Ísakson. Bjørn á Heygum í Sambandsflokkinum helt, at ótryggu viðurskifti um, undir hvørjum reglum grunnurin virkaði, hevði gjørt sítt til at gera støðuna so ógreiða. Hann helt støðuna hjá løgmanni verða torføra, tá alt soleiðis hekk í leysum lofti. Um nú málið skal aftur í nevnd, so skulu vit vita heilt konkret, hvat tað er sum bagir, og hvat tað er sum Føroya Banki ikki vil góðtaka, og hvørjar avleiðingar tað fær fyri feløgini í Framtaksgrunninum. Bjørn á Heygum segði at enda, at hann fýltist á arbeiðsgongdina í tinginum, og at einki ting í heiminum arbeiddi á henda hátt. Orðaskiftið um Framtaksgrunnin vardi allan fríggjadagin. Tað var ikki greitt, tá blaðið fór til prentingar, um málið fór aftur í nevnd. Framtaksgrunnurin skal vera ígongdsetari Fekk løgmaður bert heimild at konverterað 12 milliónir, var Framtaksgrunnurin framvegis insolventur. Eftir uppskoti løgmans, so kundi hann konverterað 198 milliónir, men eftir uppskotinum hjá fíggjarnevndini kann hann einans konvertera 25 milliónir av lánspeninginum til eginpening. Í hesum máli hevur tað verið ein spurningum um at viga tað destruktiva móti tí konstruktiva, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins Sum limur í fíggjarnevndini havi eg viðgjørt uppskotið til álit um Framtaksgrunnin saman við tingbólki Javnaðarfloksins, har vit tosaðu um allar viðkomandi partar í malinum. Eisini saman við Maritu Petersen og Henrik Old, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerking til tað, sum tey bæði søgdu við Sosialin í gjár. Við hesum førningi fór eg aftur í fíggjarnevndina og ávirkaði álitið. Tað er ikki rætt, tá sagt verður, at løgmaður við hesum uppskotinum fær størri heimildir, enn hann annars hevði fingið, um uppskot hansara varð samtykt. Uppskotið hjá løgmanni gekk út upp á, at hann fekk heimild til at konvertera alla lánsupphæddina 198 milliónir krónur, sigur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at uppskotið nú snýr seg um at konvertera 25 milliónir umleið 1/8 av samlaðu lánsupphæddini. Jóannes Eidesgaard leggur dent á, at tá tosað verður um at konvertera pengar í Framtaksgrunninum, so snýr tað seg um allar pengarnar eisini teir, sum eru læntir út. T. v. s. allar tær 198 milliónirnar, sum vóru í grunninum. Pengarnir verða tá ikki longur standandi sum lán, men verða avskrivaðir. Hetta bøtir um eginpeningin tí ber tað til at konvertera allar pengarnar, sigur hann. Endamálið var at gera grunnin solventan Løgmaður bað um at sleppa fult ella partvís at konvertera tí eri eg ikki samdur í, at hann fær størri heimildir. Hinvegin hevur hann fingið nakrar álvarsamar avmarkingar í upphæddini og nakrar knallharðar treytir, sum hann ikki hevur biðið um broytingar í viðtøkunum. Roknskapirnir, sum lógu við málinum, søgdu, at grunnurin kravdi at fáa konverterað umleið 12 milliónir fyri at fáa eginpeningin aftur upp á tvær milliónir. Men vit fingu frá Framtaksgrunninum at vita, at tá vildi grunnurin framvegis vera insolventur tí var tað eingin loysn. Endamálið var at fáa grunnin solventan. Tí máttu vit finna røttu upphæddina, sum gjørdi, at grunnurin aftur bleiv solventur. Nú var talan um einar 18 milliónir krónur, fingu vit at vita. Fíggjarnevndin fór so at tosa um, hvussu nógvir pengar játtast kundu. Onkur meinti, at 30 milliónir var nóg mikið at konverterað, meðan onkur annar meinti 20 milliónir. Semja bleiv so um 25 milliónir, sigur Jóannes Eidesgaard. Grunnurin kundi gerast ov varin Ein argumentatiónin fyri at loyva grunninum at konvertera 25 milliónir var, at við eginpeningi upp á tvær milliónir krónur, so var vandi fyri, at grunnurin í sínum víðari útlánum fór at vera sera varin. Tað sum er farið, er farið, og vit skulu hyggja frameftir. Tí at viðtøkubroyt-ingarnar ganga júst út upp á, at undantaksreglan í viðtøkunum er burtur, og tí fer tað, sum hent er við Fiskasøluni og Fiskavirking, ikki at endurtaka seg. Framyvir mugu vit tí ganga út frá, at Framtaksgrunnurin í framtíðini fer at virka soleiðis, sum vit høvdu væntað og vónað, at hann fór at virka sum ein ígongdsetari. Gjørdu vit hinvegin eina varisliga konvertering, so kundi vandi vera fyri, at grunnurin fór at vera í so varin við útlánum við tí úrsliti, at summar ætlanin ongantíð komu í gongd. Aftan á rokið um hesa konvertering, so mugu vit ganga út frá, at nevndin ikki hevur hug aftur at koma í tingið. Málið hjá okkum var, at grunnurin fór at virka eftir endamálinum. Tað er ein spruningur um at viga tað destruktiva móti tí konstruktiva í hesum máli og tað havi eg heitl víst gjørt, sigur Jóannes Eidesgaard. Sleppa ikki hendanvegin eftir málinum Henrik Old nevnir í sínum viðmerkingum trupulleikan, at fáa álagt, at aktivini, sum Framtaksgrunnurin eigur, men sum ikki verða brúkt, koma út aftur teirra, sum vilja brúka tey til tær lokalu kreftirnar. Hesin spurningurin er avgjørt viðkomandi, og hugsar hann heldst um flakavirkið í Vági, sigur Jóannes Eidesgaard. Henda stóra trupulleika hava vit eisini viðgjørt í fíggjarnevndini. Men har hava vit fingið at vita frá løgfrøðingum á løgtingsskrivstovu og frá løgfrøðingum úti í býnum, at tað ber ikki til at knýta hatta upp í viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin, tí hatta er hvør sítt mál. Við øðrum orðum, so sleppa vit ikki eftir málinum handan vegin, og tí mugu vit uppgeva tað, og loysa hetta málið fyrst. Tá tað er gjørt, kunnu vit fara eftir hinum málinum onkran annan vegin, sigur Jóannes Eidesgaard. Kristna navnið hevur ikki áhuga Men Jóannes Eidesgaard hevur sína avgjørdu hugsan um tað, at tingmenn eru so ídnir eftir at fáa persónarnar í nevndini frá. Nøvnini á persónunum í nevndini eru ikki so áhugaverd fyri fíggjarnevndina. Eg haldi eisini, at um politikkurin hongur í um persónurin eitur Sverri Hansen, Heini Fossaa ella Rikkard Thomsen, so er eingin politikkur. Tað mugu vera størri ting í hesum máli, enn persónarnir, sum sita í nevndini og tað til stykkis kemur, so verður nevndarval um tveir mánaðir. Heldur landsstýrið, at teir ikki eru nóg góðir, so verða teir helst skiftir út, sigur Jóannes Eidesgaard, sum leggur afturat, at hetta er ein umsitingarligur spurnigur, sum tingmenn ikki skulu taka sær av. Problematikkurin hjá Henriki Old um hetta miðsavnandi virksemi og at nøkur øki framhaldandi liggja deyð er púra rættur, men tíverri ber ikki til at nýta hetta málið til at loysa hendan trupulleika. Tann royndin hevur verið gjørd í fíggjarnevndini, men vit eru steðgaðir, tí løgfrøðingarnir bæði á løgtingsskrivstovuni og úti í býnum siga, at tað ber ikki til, og hesum mugu vit bara boyggja okkum fyri. Jóannes Eidesgaard tekur at enda saman um, at løgmaður hevur ikki fingið størri heimildir. Upphæddin er nú 25 milliónir krónur, og vil tað siga, at eginognin hjá grunninum nú fer at liggja um 6-7 milliónir. Missir grunnurin helvtina av hesum, verður støðan tann sama, sum hon nú varð. Grunnurin verður ikki nakar sterkur grunnur, men har eru eisini nakrar viðtøkubroytingar, sum eru rættuliga kontantar. Løgmaður hevur einki vunnið heldur er tað løgtingið, um tað nú loysir seg at seta nakran sigursharra á hetta málið, sigur Jóannes Eidesgaard. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Borgarligur politikkur tá hann er bestur Sjálvdan fyrr hevur okkara løgting verið so væl mannað við sjálvsøknum og politiskum klandrivættum. Tiltikið var klandurlandsstýrið ið sat frá 1980-84, ein samgonga við einum samgonguleiðara, ið sá seg noyddan at hava eina grein 13 um samgonguni skuldi verða lív lagað. Við undantakið av verkamannafylkingini mynda somu flokkar landsstýri ídag, og sigast má, at sjáldan ella ongantíð fyrr hevur politiski ruðuleikin verið so fullkomin, sum undir sitandi samgongu. Var tað nakað annað parlament við bara einum veti av sjálvsvirðing, hevði tað fyri langt síðan tikið avleiðingarnar av tí politiska sjónleiki, sum dag og dagliga hevur verið at hoyrt og sæð í fjølmiðlunum. Men sjálvt um somu fjølmiðlar yvir fyri tí føroyska veljaranum, ferð aftaná ferð hava sett bæði løgmann, landsstýrismenn eins og samgongupolitikkarar í skammikrókin soleiðis at bæði síggjarar og lurtarar hava krympa tærnar av berari skomm, so hava somu politikkarar látist sum einki. Ongantíð er ein sovorðin miðvísavnan við hundraðtals av starvssetanum í miðøkinum farin fram, uttan at eitt tað einasta alment starv hevur verið sett uttan fyri miðøkið. Fyri at eingin ivi skal verða um, hvat tað er fyri politikkur sum skal fremjast við sjálvstýrisflokkinum og verkamannafylkingini sum klípir, so er sitandi samgonga nú gott 1/2 ár eftir til løgtingsval farin undir útsølu av teimum almennu fyritøkum, sum kasta nakað av sær. Niðurstøðan av tí politikki, ella rættari sagt væntandi politikki, ið henda borgarliga samgongan hevur staðið fyri, vísir okkum enn einaferð, at borgarligu flokkarnir ikki bara her á landi, men í øllum norðanlondum eru eitt sera gott dømi um, at reinur borgarligur politikkur bert er ein hvørvisjón. Tí óansæð um teir borgarligu flokkarnir hava greiðan meiriluta, so er egoisman og sjálvsøknið so inngrógvið at teir ongantíð kunnu semjast um ein politikk, sum fjøldin kann njóta gott av. Teir kalla seg liberalar, so tað skuldi verið so líka til ikki bara at privatisera telefonverkið, tí tað liberala røkkur longri enn so, hví ikki gera sum teirra floksbrøður í Amerika og privatisera sjúkrahúsverkið. Tá hevði kjarnan í fólkaflokkinum og teirra fólkatrygging komið væl við. Men hvussu við teimum 10-tals milliónum av amerikanarum, sum ikki hava havt ráð til eina trygging, teir liggja heilt einfalt og bløða út uttanfyri sjúkrahúsportrið, meðan sjúkrabilarnir koyra aftur fram við teimum. Frank Davidsen Áki Bertholdsen Nýtt sambýli til í Havn til gomul Pláss verður fyri einum 10 fólkum í nýggja sambýlinum, sum ætlandi letur upp í vár Hesi húsini, Oman Hoydalar 6 hevur kommunan keypt fyri 1, 5 miljón til eldrasambýli Gongur sum ætlað letur eitt nýtt eldrasambyli upp í Havn í vár. Kommunan hevur keypt húsini hjá Regini Jespersen, Oman Hoydalar 6, í Hoyvík, til endamálið. Formaðurin í sosialu nevnd býráðsins, Elin Lindenskov, sigur, at gongur sum ætlað, verður húsið klárt at taka í brúk í vár. Pláss verður fyri einum 10 fólkum í sambýlinum. Hon sigur, at húsini eru vælegnað til endamálið. Tey eru stór, knappar 300 fermetrar, og tey eru sera væl hildin. Húsini kostaði 1,5 miljón at keypa og hildið verður at tey skulu umbyggjast fyri einar 600.000 krónur, áðrenn klárt er at flyta inn. Tvs, at alt tiltakið kostar góðar tvær miljónir Ætlanin er at arbeiðið skal fara ígongd fyrst í komandi ári Hesa íløguna betalir kommunan sjálv í fyrsta umfarið. Tvs, at kommunan leggur landskassans part út, men fær hann endurgoldnan seinni, Elin Lindenskov. Hon sigur, at enn er ikki endaliga gjørt av, hvørji gomul sleppa inn eldrabýli, tvs, um tað verður eitt røktarheim, ella um tað verður eitt ellisheim. ­ Tað veldst um, hvar tørvurin er størstur, sigur Elin Lindenskov. Hon sigur, at kommunan hevur tørvin á á býlum til eldri í huganum og tað verður gjørt so nógv við málið, sum tilber. 326 gomul á bíðilista Eins og í tí yngra endanum er tørvurin hjá teimum eldru á røktarheimsplássum og ellisheimsplássum heilt stórur í Havnini. Sosiala Deild hjá býráðnum upplýsir fyri Sosialinum, at 170 fólk standa á bíðilista til at sleppa inn á Ellishemið í Havn. Marjun Smith, fyristøðukvinna á røktarheiminum Lágargarði sigur, at 156 fólk standa á bíðilista at sleppa inn á Lágargarð. Av teimum standa 22 at hava bráðneyðugan tørv at sleppa inn. Hennara royndir eru, at tað tekur 1-2 ár at sleppa inn hjá teimum, sum hava bráðneyðugan tørv fyri neyðini. Og tað er leingi at bíða hjá fólki, sum hava bráðneyðuga hjálp fyri neyðini. Nógv teirra eru í barndømi og hon heldur, at størsti tørvurin er at finna pláss til tey. Tí er hennara tilmælið, at húsið hjá býráðnum verður brúk til tað Hon fegnstast tí eisini um ætlanirnar at at taka ein part av Eirargarði til røktarheim til fólk í barndømi. Yvirskot í vinnuna, so hon sjálv klárar at fornýggja seg Tað er eingin ivi um, at vit noyðast at fara undir eina fornýgging av fiskiflotanum sum skjótast, men lykilin og svarið er lønsemi. Fáa vit ikki yvirskot í fiskiflotan, er allur mettur íløgutørvur virðisleysur, tí íløgurnar verða heilt einfalt ikki gjørdar. Hósdagin var álitið frá Endurskoðararnevndini til viðgerðar í tinginum. Umframt at taka íløgustuðulin burtur var eisini lagdur fram skipapakki upp á 800 milliónir, har landskassin skal inn við uml. 300 milliónum krónum. Hesin skipapakkin er tað, Endurskoðanarnevndin metir, er íløgutørvurin í nýggj skip. Trupulleikin í fiskivinnuni er fyri mær tvídeildur. Annar er at fáa fortan og vinnuna sum heild, og hin sum er minst líka umráðandi er at fáa lønsemi í vinnuna. Hesir báðir trupulleikar hanga neyvt saman, fornýggjan av flotanum er ómøgulig, uttan lønsemi. Fortreytirnar Í álitinum sigur Endurskoðaranevndin, at fyri at fáa lønsemi í vinnuna eru fortreytirnar, at arbeiðsmarknaðurin lækkar sínar útreiðslur, at vinnan gerst so liberal sum gjørligt, at myndugleikarnir eru við til at lækka útreiðslustøðið, t.d. við eini FAS-líknandi skipan og at t.d. íløgustuðul verður veittur. Summir siga, at fiskivinnan klárar seg ikki uttan stuðul úr landskassanum. Veruleikin er, at umframt alt tað, fiskiflotin leggur eftir seg á landi, so rinda føroyskir fiskimenn yvir 200 mió. kr. í skatti, og bert partur av hesum verður latin úr aftur landskassanum til minstuløn og annan stuðul. Fingrarnar burt Landskassin nýtist ikki at geva vinnuni nakrar stuðul, um landskassin letur vera við at taka frá vinnuni, og eg spyrji, hví taka inn við høgru og geva út aftur við vinstru hond. Nei, latið okkum halda fingrarnar burt, latið fiskimenn fáa nettoløn, so verður vinnan lønsom uttan stuðul. Tí er mítt greiða tilmæli, at vit beinanvegin fara í gongd við eina FAS-líknandi skipan fyri fiskiflotan. Lógin um íløgustuðul fer úr gildi komandi ár og tí eru 40 mió. kr. á fíggjarlógaruppskotinum, vit skulu gera nýggja lóggávu við. Vit eiga at hava lært av undanfarnum tíðum, har vit hava kvett á stokkinum við katastrofalum avleiðingum. Vit síggja hvussu raksturin hjá ymsu skipabólkunum er í hesum áliti og tað er púra greitt, at verður íløgustuðulin riktur burtur við eitt brak í mars komandi, so kemur eitt enn størri brak í kjalarvørrinum. Íløgustuðulin avtrappast Teir flestu eru samdir um, at hesin stuðul skal burtur, men tað má saman við øðrum tiltøkum henda so líðandi, tí er neyðugt at avtrappa íløgustuðulin yvir 2 til 3 ár. Tað er eingin ivi um, at vit noyðast at fara undir eina fornýgging av fiskiflotanum sum skjótast, men lykilin og svarið er lønsemi. Fáa vit ikki yvirskot í fiskiflotan, er allur mettur íløgutørvur virðisleysur, tí íløgurnar verða heilt einfalt ikki gjørdar. Latið okkum brúka hetta álitið sum karm, og latið okkum brúka orku uppá at fáa yvirskot í vinnuna soleiðis at hon sjálv klárar at fornýggja seg. Tað má verða málið. Jørgen Niclasen Lovaða landið Norðlýsið boðar frá, at Sámal Petur í Grund og Jógvan við Keldu í løtuni fundast um, hvussu man best kann koma turrskøddur um Leirvíksfjørð Reyði tráðurin í føroyskum politikki Í HESUM DØGUM heldur javnaðarflokkurin eykalandsstevnu. Landsstevnan, sum verður hildin á Tvøroyri, byrjaði í gjárkvøldið og endar í dag. Í HESUM DØGUM heldur javnaðarflokkurin eykalandsstevnu. Landsstevnan, sum verður hildin á Tvøroyri, byrjaði í gjárkvøldið og endar í dag. ÁSANNANDI tann veruleika, at javnaðarpolitikkurin hevur verið reyði tráðurin í føroyskum politikki meginpartin av 20. øld, leggur flokkurin nú til brots við tí stevnu, at hann eisini skal verða reyði tráðurin í føroyskum politikki í 21. øld. TAÐ ER EIN søguligur veruleiki, at javnaðarpolitikkurin, bæði her heima og aðrastaðir, serliga í okkara næstu grannalondum, men eisini í fleiri øðrum londum, serstakliga í vestureuropa, hevur sett sín avgjørda dám á rikna politkkkin í hesi øldini. Tað er hesin politikkurin, sum hevur skapt tey bestu og mest framkomnu vælferðarsamfeløgini í øllum heiminum. NÚ 20. ØLD er við at hvørva í tíðarinnar hav er tað ikki av leið at gera støðuna upp. Í høvuðsheitum hava tríggjar politiskar hugsjónir gjørt seg galdandi. Umframt javnaðarhugsjónina er talan um kommunismuna og høgravendar borgarligar flokkar av ymiskum slag. Felags fyri kommunismuna og teir borgarligu er, at teir als ikki megnaðu at skapa vælferðarsamfeløg, sum tryggjaðu borgarunum góð og mansømilig kor. Í ØLLUM TEIM londum, har javnaðarpolitikkurin hevur havt avgjørda ávirkan á rikna politkkin, kunnu vit staðfesta, at arbeiði hevur verið til so at siga allar hendur, at londini hava framkomnar almannaskipanir, ein framkomnan heilsupolitikk, góðar útbúgvingarmøguleikar, góð bústaðarviðurskifti o.s.fr. Talan er av sonnum um vælferðarsamfeløg, har fá hava ov nógv og færri ov lítið. MÁLSETNINGURIN fyri politikki javnaðarfloksins í 21. øld er at varðveita og útbyggja vælferðarsamfelagið. Vit vita, at nógvar nýggja avbjóðingar standa fyri framman, men her fer javnaðarflokkurin at finna skilagóðar loysnir loysnir sum tæna tí einstaka og fjøldini. Vit fara ikki at byggja okkara politikk á einstaklinga loysnir. Flokkurin fer altíð at velja tær samhalsføstu loysnirnar. BLAÐIÐ YNSKIR javnaðarflokkinum eina góða landsstevnu. Oddur á Lakjuni Fekk heiðursløn fyri føroysk frímerki At fáa heiðurslønir fyri føroysk fríðmerki, er ikki nakað, sum øll uppliva. Ungi normaðurin, Helge Jeppersen frá Finnøy, fekk ein slíkan heiður í síðsta mánaði. Hann er frímerkjasavnari, og luttók í einari frímerkjaframsýning í Frekhaug norðan fyri Bergen. Har fekk hann heiðursløn fyri "Færøyisk porto og frankeringsmidlar 1975-1997. Tað verða givnar tíggju virðislønir á slíkum framsýningum: 1 silvur, 2 silvur/bronsu, 3 bronsu og 4 diplom. Helge var ein av teimum, ið fekk silvur/bronsu. Men akkurát hví, hann var so heppin, at fáa virðislønina, fær hann ikki at vita. Tað er ein loynidómur, sum tey, ið handa virðislønirnar, halda fyri seg sjálvi. Spurdur um, hví hann savnar føroysk frímerki, sigur hann, at tað kemur av, at hann og systir hansara vóru í Føroyum fyri tveimum árum síðani. Tey upplivdu nógv spennandi á hesum oyggjunum langt úti í havinum. Helge fær fatur á frímerkjunum við at býta um við onnur, og við at fara á uppboðssølu. Líkt er til, at tað eru fá, sum tíma at savna føroysk frímerki, og tí fær hann tey fyri rímiligan prís. Fær hann fatur á onkrum við prentfeili, hava hesi meira virði enn tey vanligu. Men hesi eru verri at fáa fatur í, sigur hann. Hann hevur nøkur fá fyrstadagsstempul. Og nakað er, sum hann heldur vera enn meira áhugavert: Brøv við útlendskum frímerkjum, men við føroyskum stempli. Hetta er skipspostur, og undir ávísum treytum er tað loyvt at nýta frímerki og stempul soleiðis. Tað er ringt at fáa fatur á slíkum brøvum, tí fólk vilja helst ikki geva tey burtur. Frímerkjaframsýningin í Frekhaug varð væl vitjað; tað var stórur áhugi fyri at síggja, hvat teir umleið 30 framsýnararnir, vístu fram. Helge helt tað vera stuttligt at síggja so nógv hyggja sera áhugað eftir savninum hjá sær. Hann fekk nógvar positivar viðmerkingar, og sjálvur heldur hann at føroysku fríðmerkini eru sera áhugaverd og vøkur. Tórshavnar Manskór: Fløga Konsert Sangferð Menninir í Tórshavnar Manskóri spíla seg rættliga út nú um dagarnar Leygardagin verður nýggj fløga í handlunum, sunnudagin hava teir konsert í Norðurlandahúsinum, og annan sunnudag byrjar 8 daga sangferð til baltisku londini. Tórshavnar Manskór á fløgu 16 sangir eru á fløguni, sum kórið nú gevur út í samstarvi við plátufelagið Arena Music. Sungið verður á føroyskum, íslendskum, donskum og enskum málið, og í skránni eru m.a. fosturlandssangir, kvæði, sálmar og negro spirutuals. Tórshavnar Manskór í Norðurlandahúsinum Í sambandi við at fløgan kemur út og sum fyrireiking til komandi sangferð verður skipað fyri konsert í Norðurlandahúsinum sunnudagin 9. november kl. 16.00. Kórið fer at framføra fleiri av sangunum á fløguni og aðrar sangir, sum settir eru á skránna í sambandi við ferðina. Solistar verða Gunnhild Andreasen, Andreas Reinert, Karl Martin Samuelsen, Heri Kragesteen, Úlvur við Høgadalsá og Magnus Hansen. Á konsertini luttekur eisini Tórshavnar Kamartrio við Berghild Poulsen, Bjarna Berg og Árna Hansen. Tey fara at framføra verk eftir Schubert. Tórshavnar Manskór á Baltalondum Nú baltisk mentunarvika verður í Føroyum í døgunum 17. til 22. í hesum, er í samstarvi við Norðurlandahúsið skipað so fyri, at Tórshavnar Manskór um somu stund vitjar tey trý baltalondini: Estland, Letland og Litava. Kórið fer at hava konsertir í teimum trimum høvuðsstøðunum og byrjað verður týskvøldið 18. í Vilnius í Litava. Mikukvøldið verður so konsert í Riga í Letlandi, og seinni í vikuni verður kórið tvær ferðir á palli í estiska høvuðsstaðnum Tallinn. Somu solistar, sum verða á konsertini nú sunnudagin, verða við á ferðini. Til ferðina er gjørd stór skrá á enskum máli, har m.a. verður greitt frá kórinum, og har fleiri føroyskar fyritøkur nýta høvi at gera vart við seg. Tórshavnar Manskór takkar teimum og øðrum stuðlum mangar ferðir. Tórshavnar Manskór Postsmoga 233, FR-110 Tórshavn Kórleiðari: Bjarni Restorff 16143 Nevndin: Petur Nielsen 17046 Jón Kragesteen 10449 Magnus Hansen 17980 Tiltøk KFUK, Tórshavn Mánadagin 10. nov. kl. 15: Samkoma teirra eldru v/ D. P. Danielsen, kongsbónda. Evni: Um Velbastað. Várgleði smágentu- og smádreingjadeildin møtir týsdagin frá kl. 17-18.30 í KFUK. KFUM, Tórshavn Teen-klub, frá 13-16 ár, møtir týskvøldið frá kl. 19-20. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 19: Møti. Frelsunarherurin, Tórshavn Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti. Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Rhema, Tórshavn Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Einar Joensen talar. Mikukvøldið kl. 20: Møti. Biðið verður fyri sjúkum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Viðareiði Ungdómurin kemur saman í kvøld kl. 20.30 í Missiónshúsinum. Rósa greiðir eitt sindur frá fjakkaratúrinum, og Ågot hevur vitnisburð. Øll eru vælkomin. Keldan, Skálafirði Einki opið hús í kvøld vegna møtirøðina við Jan Honningdal í Havn. Sunnudagin kl. 17: Møti v/ Tummas Jákup og Tummas Símun. Sunnudagin kl. 17: Barnamøti. Sumba Møtini í Betania halda fram í kvøld kl. 20 og sunnukvøldið kl. 19. John í Skemmuni og Svenning av Lofti tala. Frelsunarherurin, Vági 50 ára hátíð Í kvøld kl. 19: Alment møti. Í kvøld kl. 23: Ungdómsmøti. Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti. Sunnudagin kl. 18: Møti. Oberstl. Signe og Erling Mæland, Major Turid og Knut Gamst. Øll møtini eru í Framtíðini. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 verður sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18 møti við Kirstein og Elidu. Innsavnan til húsið. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Felagið Tórshavn Leygardagin 25. okt. verður túrar niðan á Kirkjubøreyn til Porkerisvatn og Krossvatn. Farið verður av Kunningarstovuni kl. 14. Havið góð og heit gonguklæði og ein kaffimunn við. Tilmelding á Kunningarstovuni. Felagið Pinkubarnadeyði hevur opið hús annan leyg-ardag í hvørjum mánaði frá kl. 14.00. Vit hittast í Jákupsstovu, J. Paturssonar-gøtu 24, Tórshavn. Nærri fæst at vita á tlf. 17940, 43363 ella 17261 Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 inngongd vestanfyri. AA-fundir Leygardagin kl. 17 og 22.30 Sunnudagin kl. 11 og Kl. 20-21.30 AA-evnisfundur í Tórsgøtu 5. Mánakvøldið kl. 20 í Tórsgøtu 5. Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad. týsd. hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 Fax 13824. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Kaffistovan er opin frá kl. 14-19 hvønn dag uttan leygardag. Mánadag kl. 17- 19 er Dagur og Vika o.a. Týsdag kl. 17.30 er døgurði. Føroysk bløð liggja frammi. Døgurðamatur, fløgur, bond, bøkur og ullvørur eru m.a. at fáa á kaffistovuni. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29 Føðingar 26. oktober fingu Tórun Asgersdóttir og Stig Person, Gentofte, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4000 gr. 31. oktober fingu Anna Elisabeth Herlufsdóttir, Tjørnuvík, og Juminy Berger, Kastrup, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3800 gr. 1. november fingu Joan og Eyðun Hellá, Sandavágur, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3150 gr. 1. november fingu Súsanna Thomsen og Hendrik Johannesen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3225 gr. 2. november fingu Jóna Dalsgarð og Høgni í Stórustovu, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3350 gr. 2. november fingu Anni og Petur Joensen, Eiði, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3800 gr. 3. november fingu Anja og Brandur Sandoy, Sandi, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3530 gr. 3. november fingu Bryndis á Dunga og Fróði Nattestad Müller, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3800 gr. 4. november fingu Annfríð Hansen og Fríðálvur Heinesen, Argjum, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3500 gr. 4. november fingu Marian á Borg og Bogi Midjord, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3200 gr. 5. november fingu Suna Jørgensen og Leif Thomasen, Kvívík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3450 gr. Týsdagur 11. november 1997 Dánjal Hoydal ummælir Til Baltikum við góðum førningi Tórshavnar Manskór, sum í næstum fer á konsertferð til Baltikum, hevði konsert í Norðurlandahúsinum sunnudagin. Tað var ein spennandi framførsla, sum prógvaði, at manskórið veruliga hevur tikið seg fram Konsert við Tórshavnar Manskóri í Norðurlandahúsinum í sambandi við 10 ára dagin Sjálvt um tað var eina yvirhøvur mansliga framførslu, øll høvdu væntað sær, sum fóru niðan í Norðurlandahúsið seinnapartin sunnudag, so var tað ein kvinnurødd, sum fyrst trokaði sær vegin fram til áhoyraran, tá ið konsertin byrjaði. Tórshavnar Kamartrio stóð fremst í skránni. So eftir at Bogi Hansen sum vegna Manskórið var frásøgumaður til konsertina hevði bjóðað vælkomin, so sluppu Árni Hansen klaverspælari, Bjarni Berg við klarinettini og Berghild Poulsen sopranur á pallin. Schubert Kamartrioin var fyrr í ár á konsertferð í Grønlandi, og ummælini frá framførslunum vóru sera góð. Bjarni Berg greiddi orsakandi frá, at orsøkin til, at Kamartrioin var við á konsert hjá Manskórinum var, at ein Schubertkonsert, sum ætlanin var at hava herfyri, varð av ongum. Tey høvdu avtalað við Manskórið at brúka hetta høvið í staðin. So áhoyrarin slapp at hoyra romantiskan, wienerklassiskan tónleik at byrja við. Oddakvinnan var Berghild Poulsen, sum kanska er besta sopranrødd, vit eru sloppin at eiga. Við síni mansligu, sterku kvinnurødd fylti hon skjótt rúmið og sinnini hjá okkum, sum lurtaðu. Í vakra lagnum Du bist die Ruhe, sang hon so væl, at um tú blundaði, kundi tú væl hildið teg sita í Wien og hoyra onkra heimsstjørnu. Menn Schubert slapp ikki so, men eftir at Kamartrioin hevði spælt síni fimm løg, varð manningin skift út, og nú stóðu bara menn á pallinum. 38 mans í alt íroknað Bjarna Restorff kórleiðara sum allir stóðu fattir og fúsir at bera fram úrslitið av miðvísari venjinga hesar seinastu mánaðirnar. At framførslan tó ikki bara skuldi hava dám av tí, sum var avrikað í seinastuni, varð skjótt greitt; tí eftir at kórið hevði sungið Grab und Mond hjá Schubert, komu fimm kend føroysk løg, sum hava verið á skránni hjá Manskórinum í nógv ár. Nýtt og nógv gamalt Manskórið gjørdi rættiliga vart við, at tað hevði meira í hyggju enn bara at syngja aftur við hátíðarhaldum og tilvildarligum tiltøkum her og har, tá ið teir skipaðu fyri einari tónlistakapping í fjør. Tónaskald sendu kórverk inn, og ein dómsnevnd valdi saman við áhoyrarunum hetta kvøldið tey bestu verkini út. So nógv varð gjørt burturúr og so nógv spurdist burturúr reint tónlistarliga, at flestøll væntaðu at hoyra meira til verkini. Men á skránni til hetta kvøldið sum kórið sjálvt kallaði eina aðalroynd til Baltikumferðina var bara verkið hjá Kára Bæk, sum stavaði frá tí kappingini. Eitt svar til hesa undran fingu vit hálvavegna við at lurta eftir teimum fýra fylgjandi fosturlandssangunum, tí tað er heilt sikkurt her, styrkin hjá Manskórinum liggur. Teir nýttu fult út alt tað, sum eitt kór kann fáa úr tí einfalda vakra fosturlandssanginum, og teir gjørdu tað væl betri, enn vanligt er at hoyra. Tað var eyðsýnt, at teir høvdu arbeitt nógv við dynamikkinum, og hetta gav løgunum nýggjar dimensjónir. Men at teir eisini tordu at treða nýggjar leiðir, vístu teir við skemtiligu donsku løgunum til tekstir hjá Johan Herman Wessel. Her stóð musikaliteturin hjá kórinum rættiliga sína roynd, tí eitt er at fáa klassiskar harmoniir at sita, men modernaðar sangmodulasjónir krevja nakað heilt annað og meira av einum kóri og hvørjum sangara sær. Ísland-Amerika-føroyingar Áðrenn fólk fóru út í steðginum lovaði Bogi Hansen, at enn betri var í væntu at koma inn aftur til, og tað var ikki heilt av leið. Fyrst tóku teir tað stutta stigið frá føroyskum fosturlandssangum til íslendskar, men líkt teim føroysku var ljómurin her eisini sera góður. Tað er ivaleyst, at Manskórið hevur vant nógv til at náa hesa dygd, sum er munandi betri enn tað, vit fyrr hava hoyrt manskór sungið her heima. Tað næsta stigið var longri. Aftur í tíð og umvegis Ongland til Amerika, og nú kom futtur í við rútmiskum negro spirituals og solistum. Mansrøddin hjá Andreasi Reinert hóskaði væl fremst í ljóðmyndini til kenda lagið Joshua fit the Battle ob Jerico, men um tú saknaði eitt sindur av rútmiskari sál og innliving í sanginum, so kundi næsti solisturin Gunhild Andreasen bøta um tað. Sum einasta kvinnuliga íkastið til framførsluna hjá Manskórinum gjørdi Gundhild tað sum ikki einaferð væl. Ótruliga harmiligt, at hon skuldi verða órógvað av onkrum elekroniskum tóli, sum fór at larma undir sanginum. Hetta nervaði hana skilliga eitt sindur og tók broddin úr einum annars frálíkt sungnum, kenslubornum sangi. Eftir eitt drúgvt legg úti í heimi, hoyrdu vit aftur vælkendar tónar. Fyrst var tað tað nú næstan kravda Kingoískotið til einhvørja føroyska sangframførslu, men síðan komu spennandi komposisjónir frá Hera Eysturlíð, Bjarna Restorff og so at enda áðurnevnda verk hjá Kára Bæk. Meira moderna Kári Bæk hevði meistarliga loftað tí speirekandi prikinum hjá Regini Dahl til fosturlandsklichéina: Vit eru føroyingar serstøk tjóð, og skapað hana um til tónleik. Modulasjónir og kakafoniskár ritubergseffektir fingu áhoyrarar til bæði at frøðast og flenna, og tað gjørdi ikki skemtið verri, at Bjarni Restorff eina løtu rýmdi av pallinum, meðan sangararnir í hvør sínum lag og orðum sungu hetta torføra men stuttliga verk. Skygni hjá Kára P. átti kór tó at hildið seg frá. Karl Martin hevði allarhelst ikki fingið rúm fyri tí stóra sangfrælsinum í útsetingini og ljóðaði tí sum ein avbleiktur Kári Petersen og kórið aftanfyri hevði mest dám av tónleikaligum pynti, sum ikki hevði tað stóra árinið á áhoyraran. Regin smiður hjá Bjarna Restorff stóð ikki í skránni fyri konsertina, so tað var ein óvæntað gleði, tá ið teir knappliga fóru undir at syngja. Verkið er veruliga eitt meistaraverk ein perla í føroyskum kórhøpi. Tað er sera dynamiskt uppbygt, og við at lata fleiri ørindi umskarast skapar Bjarni ein ljóm, sum líkist kvøðing í dansi hugkveikjandi nógv. Yvirhøvur hevur Bjarni Restorff rós uppiborið fyri sín leiklut í øllum tí, sum fór fram í allari framførsluni. Bæði sum kórleiðari, tónasmiður og fyri útsetingarnar vann hann sær heiður. Samanumtikið ein góð og fjølbroytt skrá, sum Tórshavnar Manskór ikki skal skammast yvir at fara avstað við Dygdin er nógv betrað, og kórið hevur nú eitt støði, sum man vera millum tað frægasta, sum finst í landinum í løtuni. Tað gjørdi skránna eitt sindur fátækari, haldi eg, at ikki fleiri nýggj løg vóru tikin við t.d. frá frálíku sangkappingini í fjør. Teir kláraðu tað jú so væl, tá ið teir royndu tað modernaða. Hinvegin skilji eg væl taktikkin hjá kórinum við at lata bróðurpartin vera kendar fosturlandssangir, tí hetta er so avgjørt styrkin hjá kórinum, og samstundis umboðar tað eisini væl føroyskan kórsang, tá Manskórið nú skal út í heim at vísa, hvat vit hava at bjóða upp á í Føroyum. Vit ynskja øllum ferðalagnum góða ferð eisini teimum minst 30 konunum, sum eftir hvat skilst skulu við og óivað fáa eina minniliga ferð. Áki Bertholdsen Økt samstarv ímillum Havnina og Reykjavík Samstarvið sum var, men sum datt niðurfyri aftur í 1991, verður nú tikið uppaftur Nú skal samstarvið ímillum Tórshavn og íslendska høvuðsstaðin, Reykjavík, mennast. Regluligt samstarv hevur verið ímillum høvuðsstaðirnar báðar, men av einhvørjari orsøk datt tað niðurfyri í 1991, og síðani tá hevur onki regluligt samstarv verið. ­ Men býráðslimir úr báðum býunum hava lagt stóran dent á at fáa samstarvið tikið uppaftur, og tað hevur verið borið uppá mál fleiri ferðir býráðslimir úr býunum báðum hava hitst í ymsum sambandi, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn. Men tað fyrsta ítøkiliga stigið tóku íslendingar nú í heyst, táið Reykjavíkar Borg bjóðaði seks býráðslimum í Havn, og býráðsskrivarunum til Reykjavíkar at vitja. Henda vitjanin var fyrst í oktober. ­ Íslendingar vóru ónatúrligur blíðir og bóru okkum á lógvunum Mentanarligt samstarv Leivur Hansen sigur, at íslandsferðin endaði við, at býráðsformenninir báðir, í Havn og í Reykjavík, skrivaðu undir eina yvirlýsing um at taka hetta samstarv uppaftur. ­ Tað varð eisini avgjørt at býráðsformenninir báðir skuldu, hvør í sínunm lagi finna fígging til hetta samstarvið. Málið var fyri á býráðsfundi í Havn hóskvøldið og tá varð tikið undir við tiltakinum. Býráðið samtykti at seta eina hóskandi upphædd av á fíggjarlógini komandi ár til hetta samstarv. Men enn er tal ikki sett á. Leivur Hansen sigur, at íslendingar vístu sera stóran týdning fyri Tórshavn Nuuk grunninum, og lagt verður upp til at líknandi grunnur verður settur á stovn til frama fyri samstarvið ímillum Tórshavn og Reykjavík. Síðani miðskeiðis í áttatiárunum hevur kommunan sett 50.000 um árið í henda grunnin, sum fólk síðani kunnu søkja stuðul úr til ymisk tiltøk, sum økja um forstáilisi ímillum fólki í báðum býunum, `Torshavn og Nuuk. Samstarvið ímillum Tórshavn og Reykjavík fær sama endamál, men í yvirlýsingini verður nevnt at talan er um samstarv á mentanarliga ítróttarliga og á skúlaøkinum Leivur Hansen sigur, at hetta er ein máti at fáa eitt veruligt, miðvíst og skipað samstarv ímillum føroyska í íslendska høvuðsstaðin ístaðin fyri tað hissini samstarvið, sum nú hevur verið. Leivur Hansen heldur, at tað er rætt, at so grannar, sum Føroyar og íslendingar, hava eitt skipað samstarv og hann sigur, at støðan í báðum býunum hevur verið tann, at, at nú er nóg mikið tosað, nú skal okkurt spyrjast burturúr. Randi Jacobsen Edith vann 1,6 mió. kr. í Viking Lotto Telefonin hevur ikki staðið still síðani eg vann, og nógv hava vitjað. Tey halda tað øll vera so stuttligt at kenna ein millioner, sigur Edith Lorenzen Edith Lorenzen vann 1,6 mió. kr. í Viking Lotto. Mynd: Jens Kristian Vang Randi Jacobsen Nú er so nøkulunda við at koma niður á jørðina, og nú fái eg sovið aftur. Tað sigur Edith Lorenzen í Hvannasundi. Einki er at siga til, at hon hevur verið forstýrað seinastu dagarnar, tí tá drigið varð í Viking Lotto seinasta mikudagin, fall ein av eykavinningunum á tølini hjá Edith. Mikukvøldið fór hon at hyggja í TV3 eftir drignu tølunum og skrivaði tey upp. Hon kannaði ikki tølini beinanvegin, men um kvøldið, beint áðrenn hon skuldi á náttarvakt á sjúkrahúsinum, kannaði hon tøl síni og trúði ikki sínum egnu eygum, at hon hevði vunnið so stóran vinning. Eg fór til arbeiðis, og eg hevði tað so ringt, tí eg hevði einki prógv fyri, at eg hevði vunnið. Eg gekk bara og segði, at eg helt, eg hevði vunnið. Edith ringdi eisini til dóttrina í Danmark og bað hana eftirkanna tølini fyri at fáa vissu fyri, at hon ikki var farin skeiv. Edith helt tað so avgjørt ikki fyri seg sjálva, at hon hevði vunnið, og tíðindini fóru beinanvegin sum rótasúpan um alla Klaksvíkina. Tí gav onkur henni tey ráð at ringja til mannin, áðrenn hann fór at frætta sum leysatíðindi, at tey vóru blivin millionerar. "Tað er lygn Hon so gjørdi, og maðurin, sum er við grønlendskum báti í Eysturgrønlandi, bleiv heilt forfjamskaður. Tað er lygn, tað kann ikki passa, segði maðurin. Seinni ringdi skiparin aftur til Edith. Áðrenn Edith visti nakað um, at hon fór at blíva millionerur, hevði hon bílagt sær ferðaseðil at fara til Danmarkar 27. í hesum at taka ímóti manninum, tá hann kemur aftur úr Grønlandi. Hann er dani, og ætlan teirra teirra hevur leingi verið, at tey skulu vera nakrar dagar inn í jólamánaðin hjá foreldrum hansara. Eg og maðurin tosaðu um, at eg nú kann loyva mær at taka eitt sindur meira av lummapeningini við. Einki oyðsl Edith hevur ongar stórar ætlanir lagt fyri, hvussu tann nógvi peningurin skal brúkast, ella um hann skal brúkast. Eg veit ikki, um vit kanska fara at gjalda niður nakað av skuldini í húsunum, men eg ætli okkum í hvussu er í summar eina góða feriu saman við børnunum. Tað haldi eg, vit kunnu loyva okkum, tí vit hava ongantíð áður brúkt pengar uppá at fara suðureftir ella nakrastaðni. Edith og Peter Lorenzen eiga fýra vaksin og hálvvaksin børn. Annars ætlar Edith sær fyrsta dagin at fara at tosa við Sparikassan um, hvussu on best ger við peningin. Hósdagin var Edith í Keypsamtøkuni við seðlinum fyri at fáa váttan um, at seðil hennara hevði vunnið. Øll fingu tað við Tey vóru ógvuliga diskret, men eg haldi, at øll fingu tað við kortini, tí eg tosaði so hart. Hetta var ógvuliga stuttligt, men eg má siga, at tvey tey fyrstu samdøgrini svav eg ongantíð, sigur Edith, sum nú aftur fær sovið og í gjár slapp at hvíla seg heima. Telefonin hevur ikki staðið still síðan, og nógv fólk hava vitjað. Øll fegnast saman við mær, tí vit eru vanlig fólk við vanligari inntøku. Onkur flenti og segði tað vera stuttligt at kenna ein millioner, sigur Edith. Hon hevur fingið at vita, um einar tríggjar vikur kemur vinningurin. Ber til at vinna Nú siga tey fyri mær, at sølan av lottoseðlunum var ótrúliga stór leygardagin í Klaksvík. Tað er ikki so løgið, tí øll hava frætt, og nú vita fólk, at tað ber til at vinna, sigur Edith. Eyðun Klakkstein Herfølge fekk javnleik Fótbóltur: Jákup Mikkelsen og teir vóru aftanfyri bæði 2-0 og 3-2, men drógu at enda ein 3-3 javnleik í land FÓTBÓLTUR: Liðið hjá Jákup Mikkelsen, Herfølge, fekk javnleik í dystinum móti OB, men tað var ikki meiri enn so, tí OB var á odda 2-0 í hálvleikinum og var frammanfyri 3-2 stutt fyri leiklok. Í fyrra hálvleiki hevði OB alt spælið og nógvar málkjansir, men teir fingu bert tvey mál. Hendan partin av dystinum kundu teir saktans havt fingið tað tvífalda av málum. Í seinna hálvleiki kom Herfølge fyri seg, og teir javnaðu til 2-2. OB fór fram um aftur 3-2, tá Erik Bo Andresen skoraði, men tveir minuttir fyri leiklok javnaði Herfølge til 3-3. Venjarin hjá Herfølge, Ole Mørch, var væl nøgdur við úrslitið, meðan javnleikurin legði stein omaná byrðu hjá OB-venjaranum Roald Poulsen. OB liggur framvegis langt aftast í Superliguni. Brøndby hevur nú rættiliga fingið vind í seglini, og Ebbe Sand skjýtur liðið frá sigri til sigur. Fríggjakvøldið gjørdi hann øll málini, tá Brøndby vann 4-1 á Vejle. FCK spældi sunnudagin í Århus, og dysturin móti AGF endaði við javnleiki 2-2. Brøndby liggur framvegis á odda í Superliguni. Eyðun Klakkstein Feløgini flokkast í toppinum Flogbóltur: Mjølnir, Fleyr og Fram liggja lið um lið í toppinum í meistaradeildini hjá monnum Tað er tætt í toppinum í meistaradeildini hjá monnum eftir dystirnar um vikuskiftið. Mjølnir tapti fyri fyrstu ferð í kappingini í ár, tá teir máttu lúta 3-1 fyri Fleyr í Havn, og Klaksvíksliðið liggur nú ájavt við Fleyr og Fram í toppinum. Øll tey liðini hava tapt ein dyst í part, meðan ÍF hevur tapt tveir. Leygardagin vann Mjølnir 3-1 á ÍF á Kambsdali. Settini endaðu 15-4, 13-15, 15-12 og 15-7. Og sunnudagin vóru klaksvíkingarnir í Havn og spældu klassiska dystin ímóti Fleyr. Og hesin dysturin hevði við sær, at Mjølnir ikki longur er ósigrað í kappingini. Fleyr vann fyrsta settið 15-12, men í øðrum settið gjørdi Mjølnir onkrar broytingar og tað eydnaðist teimum tá at vinna 15-4. Triðja settið vann Fleyr 15-5, eftir at Johannes Eidesgaard og Jan Hentze fingu rættiliga gongd í smasjirnar. Í fjórða settinum kom Mjølnir væl fyri og var frammanfyri 12-9, men Fleyr-spælararnir vendu gongdini og vunnu 15-12. Úrslitið av dystinum var tí, at Fleyr vann 3-1. Við sigrinum skapti Fleyr rættiligan spenning í oddinum í bestu mansdeildini, og tá teir Fleyr og Fram møtast, verður spælt um eitt pláss heilt frammi. Fleyr spældi eisini ímóti ÍFb í vikuskiftið og tann dystin vann Fleyr 3-0, settini endaðu 15-2, 15-4 og 15-12. Mjølnir og TB á odda hjá kvinnunum Spælt varð eisini í meistaradeildini hjá kvinnunum um vikuskiftið, og mest spennandi dysturin var á Tvøroyri, har oddaliðini TB og Fleyr spældu. Liðið, sum vann dystin, gjørdist oddaliðið saman við Mjølnir, sum vann 3-0 á ÍF um vikuskiftið. TB kom best frá byrjan og vann fyrsta settið 15-11, men meistaraliðið úr Havn menti seg í øðrum settið og vann tað 15-7. Men so steðgaði aftur upp hjá Fleyr og TB, sum hevur gjørt gott og miðvíst ungdómsarbeiðið seinnu árini, vann triðja sttið 15-12. Fjórða settið endaði við 15-9 til TB og kvinnurnar av Tvøroyri vunnu tí dystin 3-1, og liggja á odda saman við Mjølni. Mjølnir vann sín dyst móti ÍF 3-0, settini endaðu 15-5, 15-8 og 15-7. Fleyr spældi eisini móti Drátti um vikuskiftið, og tann dystin vann liðið úr Havn. Úrslitið var 3-1. Eingir dystir verða komandi vikuskiftið, tí tá skipar Fleyr fyri FK-kappingini fyri tey eldru liðini. Eyðun Klakkstein Hoyvíkingar fótaðu sær Hondbóltur: H71 vann trygt á Neistanum, sum framvegis er aftast í deildini 1. deild menn: Neistin-H71 21-28 9-14 Eftir ósigurin á StÍF seinasta vikuskiftið fótaðu hoyvíkingar sær aftur, tá teir leygardagin spældu grannadyst ímóti botnliðnum Neistanum. Neistin kláraði bara at fylgja rættiliga við H71 í fyrsta partinum av dystinum, tá teir vóru á odda, men tá H71 fór fram um miðskeiðis í fyrra hálvleiki, fekk Neistin ongantíð aftur fatur á H71. Seinasta partin av fyrra hálvleiki økti H71 um leiðsluna, so hon var fimm mál í hálvleikinum, og hóast Neistin beinanvegin eftir steðgin togaði seg nakað innaftur á H71, gjørdi tað ikki mun. Tá átta minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki var støðan 17-14 til H71, men 10 minuttir seinni hevði H71 økt til 25-16, og harfrá var eingin vegur aftur. Seinastu minuttirnar helt H71 tørn og endaliga úrslitið var 28-21. H71 er nærmasti kappingarneytin hjá oddaliðnum VÍF, og næsta vikuskiftið spæla hesi lið ímóti hvørjum øðrum í Vestmanna. Neistin er aftast í deildini. Eyðun Klakkstein So bar til hjá Stjørnuni Hondbóltur: Klaksvíkskvinnur vunnu botndystin móti GÍ, og hava nú fingið síni fyrstu stig 1. deild kvinnur: Stjørnan-GÍ 19-17 8-10 Í næstu royndini á heimavølli í ár, eydnaðist tað kvinnuliðinum hjá Stjørnuni at fáa stig burtur úr, og tað passaði klaksvíkingum væl, og teir vóru í góðum skørðum eftir dystin. GÍ vitjaði í Klaksvík sunnudagin, og dysturin millum liðini uttan stig endaði við, at Klaksvíkskvinnur vóru omaná, eftir at GÍ hevði havt leiðsluna allan fyrra hálvleik og nakað inn í seinna hálvleik. GÍ kom betri frá byrjan og eftir 10 minuttir var liði frammanfyri 4-1. Stjørnan minkaði um munin og fimm minuttir fyri hálvleik fóru tær fram um 8-7, tá væl spælandi Joan Midjord Joensen skoraði sítt fjórða mál í dystinum. Eftir tað steðgaði heimaliðið upp, GÍ javnaði, og seinastu minuttirnar fyri hálvleikssteðgin øktu gestirnir tvær ferðir við málum hjá topskjúttanum Beintu Joensen, so støðan í hálvleikinum var 10-8. Beinanvegin eftir steðgin økti GÍ leiðsluni við einum máli afturat, og tað var ikki fyrr enn nakrir minuttir vóru farnir at heimaliðið vaknaði og tók dik á seg. Stjørnan fór frá 10-12 og upp á 13-10 eftir fimm minuttunum, og ta løtuna líktist tað einum tryggum sigri til heimaliðið. Verjan riggaði sera væl, og skjótu álopinum endaðu nærum hvørjaferð við máli. Sentralar í álopsspælinum hjá Stjørnuni vóru hesaferð Joan Midjord Joensen og Anna Kristina Olsen, meðan vanligi topskjúttin, Simona Hansen, ikki fekk eins nógv burtur úr, sum hon plagar. Kanska hekk tað saman við at GÍ-spælararnir ansaðu væl eftir henni, og ein part av dystinum mansvardu hana. Men GÍ-liðið gavst ikki á hálvari leið, og tær stríddu seg inn i dystin aftur. Tær fingu betri tak á í verjuspælinum, og í álopinum skoraðu Beinta Joensen og Sunrid Gleðisheygg sum móti endanum av dystinum fekk sína triðju útvísing og tí reyða kortið fleiri góð mál. GÍ javnaði til 16-16 10 minuttir fyri leiklok, men seinasta partin av dystinum avgjørdi heimaliðið við trimum málum, meðan GÍ bert fekk eitt troystarmál í seinasta minuttinum av dystinum. Úrslitið var 19-17 til Stjørnuna, sum nú hevur tvey stig, meðan GÍ framvegis einki stig hevur fingið og tí er aftast í deildini. VB hevur eins og Stjørnan tvey stig, meðan langur teinur er upp til hini trý liðini. Eyðun Klakkstein Kyndil og Neistin vunnu á VB Hondbóltur: Havnafeløgini stevna fram móti einum veruligum braki, tá tey spæla ímóti hvørjum øðrum um eina góða viku 1. deild kvinnur: Neistin-VB 23-16 10-7 Kyndil-VB 24-18 10-7 Bestu kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli stevna við fullari ferð ímóti hvørjum øðrum, og mikudagin um eina góða viku verður frontali samanstoyturin veruleiki, tá liðini bæði hittast til grannadyst í ítróttarhøllini á Hálsi. Um vikuskiftið spældu havnafeløgini dag um dag ímóti uppflytarunum úr VB, og bæði Kyndil og Neistin vunnu greiðan sigur. Neistin slapp fyrst at royna seg, tað var leygardagin, og meistaraliðið vann 23-16 eftir hálvleiksstøðuna 10-7. Neistin legði seg beinanvegin fram um, og fyrstu 20 minuttirnar gjørdi VB bert tvey mál. Hinvegin útmerkaðu tær seg við at fáa tríggjar útvísingar longu í fyrsta korterinum av dystinum. Tá 10 minuttir vóru til hálvleikin var Neistin frammanfyri 5-3, og eftir tað tók málskjótingin dik á seg, og í seinasta triðinginum av fyrra hálvleiki skoraðu liðini nógv mál. Neistin økti til 8-3, áðrenn VB svaraði aftur við trimum málum, sum toppskjúttin hjá teimum, Sólrun Krosslá, skoraði. Sólrun spældi í fjør við Neistanum, men í ár er hon flutt aftur til VB, og leygardagin var hon topsskjútti hjá VB. Í seinna hálvleiki økti Neistin beinanvegin til 12-7, og VB fekk ongantíð aftur fatur á heimaliðnum, sum økti munin upp í sjey mál áðrenn dysturin var av. Miðskeiðis í seinna hálvleiki gekk serliga væl hjá Neistanum, og frá 11. minutti til 20. minutt fór tær frá 13-10 og upp í 20-10. VB-liðið formáddi sær einki hesa løtuna, og tá tær móti endanum av dystinum kláraðu at fáa gongd á aftur, var tað bara fyri at minka um munin, so at sjey mál vóru á muni tá dysturin var av. Kyndil vann eisini trygt Tað er eitt ynski frá VB, at tær spæla tveir útdystir hvørjaferð tær koma norður um Suðuroyarfjørð, og hetta hevur kappingarnevndin hjá HSF partvís eftirlíka einasta suðuroyarliðnum í 1. deild. Tað skapar eina eitt sindur fløkta gongd til tíðir, tí tað er sjáldan at øll liðini hava spælt eins nógvar dystir, men tað eru treytirnar, sum kappingin virkar undir. Sunnudagin spældi VB móti hinum havnaliðnum, Kyndil, og aftur tá máttu tær lúta. Men hesaferð fylgdu vágskvinnur longri við heimaliðnum enn dagin fyri móti Neistanum. Kyndil legði seg fimm ferðir fram um at byrja við, men hvørjaferð svaraði VB aftur. Tá 10 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki var javnleikur 5-5, men í síðsta partinum av fyrra hálva tímanum skoraði Kyndil fimm ferðir og VB tvær ferðir so at støðan í hálvleikinum var 10-7. Tað var í byrjanini av seinna hálvleiki, at Kyndil avgjørdi dystin, tí tær skoraðu fýra ferðir áðrenn VB fekk fótin fyri seg. Tá var støðan 14-7 til Kyndil, og restina av dystinum hildu tær seg trygt frammanfyri. Endaliga úrslitið gjørdist 24-18, og við sigrinum helt Kyndil fast um trýstið, sum tær nú leggja á Neistan. Sigursrøðin hjá VÍF heldur fram Hondbóltur: Vunnu leygardagin á StÍF eftir harða mótstøðu meginpartin av dystinum 1. deild menn: StÍF-VÍF 23-26 12-8 Vestmenningar høvdu ongan lættan dyst í ítróttarhøllini á Skála leygardagin, men júst sum seinasta vikuskiftið vóru teir at enda omaná. Hesaferð var tað StÍF, sum gav VÍF ein skarpan gang, men at enda gjørdist munurin millum liðini sjónskur, tí VÍF'arnir orkaðu betur seinasta partin av dystinum, og í Inga og Áka Olsen eiga teir spælarar, sum einsamallir kunnu avgera dystir. Í hálvleikinum var StÍF frammanfyri við fýra málum, og tað var fult uppiborið eftir ein góðan fyrra hálvleik, har heimaliðið gav teimum knapt 200 áskoðarunum nakað at rópa hurrá fyri. VÍF kom tó fram um 4-2, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki tók heimaliðið yvir, og fór frá 4-6 til 9-6. Hesa løtun var lítið um meistaraliðið úr Vestmanna og StÍF'arnir høvdu tamarhald á dystinum. Í hálvleikinum var støðan 12-8 til StÍF, og stóri spurningurin var tað, um StÍF fór at klára at halda dampinum uppi í seinna hálvleiki. Og tað kláraðu teir rættiliga leingi. VÍF tók seg spakuliga inn á StÍF, javnaðu til 14-14 tá átta minuttir vóru spældir, men StÍF helt tørn til átta minuttir vóru eftir. Tá fór VÍF fram um við fýra málum, og ta leiðsluna lótu teir ikki frá sær í seinastu minuttunum. Annan dystin á rað hevur VÍF fingið at vita, at teir kunnu ikki taka sær av løttum, men verða noyddir at avrika nakað hvørjaferð fyri at vinna. Men tá teir koma í gongd, klárar eingin at standa teimum kurl. Hannis í evstu løtu Fótbóltur: Kyndil vann tætta og spennandi dysin móti KÍF við máli í evstu løtu 1. deild menn: Kyndil-KÍF 24-23 9-10 Tað var í grundini ótrúligt, at Kyndil skuldi koma afturíaftur í dystinum móti KÍF, tí teir vóru eitt skifti í seinna hálvleiki so væl og virðilga spældir úr dystinum, at spurningurin tóktist bert verða, hvussu stórur sigurin hjá KÍF fór at verða. Tá 20 minuttir vóru eftir av dystinum var KÍF á odda 18-10, teir høvdu spælt fram úr væl fyrsta partin av seinna hálvleiki, og Kyndil var um ein háls av KÍF. Men so vendist alt í einum, og Kyndil tók seg eitt mál fyri og annað eftir inn á KÍF, sum mittasta partin av seinna hálvleiki steðgaði fullkomiliga upp, og ikki skoraði nakað mál í 12 minuttir. Hetta tíðarskeið skoraði Kyndil eina rúgvu av málum, og sum so ofta var tað væl upplagdi Hannis Wardum, sum gekk undan. Hann skoraði 9 mál tilsamans. Kyndil fór frá 10-18 og upp á 19-19 og síðani 20-19. Tá vóru átta minuttir eftir at spæla og spenningurin kom í hæddina hesa løtuna. Fram móti dystarenda javnaði KÍF fýra ferðir leiðsluna hjá Kyndil, og tá farið varð undir seinasta minuttin javnaði Jónálvur Johannesen við sínum einasta máli í dystinum til 23-23. Kyndil fór aftur í álop, og seinasta royndin endaði við, at brotskast varð gjørt ímóti Hannis Wardum. Og tá Kyndlaspælarin við seks-talinum á rygginum fekk seinasta kjansin í dystinum, sendi hann bóltin fram við Óla Kristian Djurhuus í KÍF-málinum til endaliga úrslitið 24-23. Fyrri hálvleikur gekk javnt á, hóast KÍF, júst sum í seinna hálvleiki, eina løtu hevði greiðan mun, og var á odda 5-1 og seinni bæði 6-4 og 8-6. Beint fyri hálvleik minkaði Hans Áki Dahl-Christiansen um munin til eitt mál, men tað gjørdist bara grundarlagið fyri einum rættiligum KÍF-uppvísningi fyrsta partin av seinna hálvleiki. Kyndil fótaði sær, og seinasta partin av dystinum vístu teir KÍF, hvussu teir eisini duga at spæla gott og neyvt álopsspæl. Ein framúr undirhaldandi dystur, har KÍF'arnir ivaleyst kenna seg verða við sviðu soð. Og ikki eitt øvugt orð um tað. Teir høvdu jú eina 8-málsleiðslu tá 20 minuttir vóru eftir at spæla, og tað eigur at føra við sær sigur tá alt kemur til alt... Rødovre varð bukað Fótbóltur: Taptu heili 11-0 fyri oddaliðnum HEI FÓTBÓLTUR: Felagið hjá Helgu Ellingsgaard, Rødovre, varð veruliga bukað, tá tær sunnudagin spældu á útivølli móti oddaliðnum í Elitudeildini, HEI. Undan dystinum hevði HEI vunnið allar sínar átta dystir, og eftir dystin móti Rødovre hevur HEI framvegis fult stigatal, og er í roynd og veru einasti veruligi DM-kandidaturin. Dystin móti Rødovre vunnu tær heili 11-0, eftir 6-0 í hálvleikinum. Rødovre liggur framvegis á fjórða plássið, og í seinasta dystinum fyri vetrarsteðgin, sum verður leygardagin, spæla tær móti OB, sum er nr. 3. Eyðun Klakkstein VÍF og Neistin framvegis fult stigatal Hondbóltur: Enn hevur eingin klára at steðga mansliðnum hjá VÍF og kvinnuliðnum hjá Neistanum Nú eru fýra umfør farin afturum í landskappingini í hondbólti, og tekini, sum vóru undan kappingina, eru framvegis greið. Meistaraliðini úr ávíkavist VÍF og Neistanum hava lagt best fyri, og tey hava bæði fult stigatal eftir fýra teir fyrstu dystirnar. VÍF er størri favorittur til meistaraheitið hjá monnum enn Neistin er tað hjá kvinnunum, og hóast vestmenningar farnu tveir dystirnar hava fingið mótstøðu frá KÍF og StÍF í høllini á Skála, hava teir at enda verið omaná. Vestmenningar hava verið leingi í gongd, og tað, sum teir kanska hava óttast fyri, skuldi fara at verða ein vansi, við tað at spælararnir longu hava verið ígjøgnum størstu avbjóðingina í ár, er ikki enn komið kennar. VÍF'arnir eru væl fyri kropsliga, teir hava vant hart, og tað kemur eisini til sjóndar í dystunum, teir spæla. Bæði hetta vikuskiftð og seinasta vikuskiftið gjørdu mótstøðuliðni ein vørr í fyrra partinum av dystinum, men so hvørt sum seinni hálvleikur leið dróg VÍF frá mótstøðuliðnum, og tað kemur millum annað av, at teir ikki gera eins nógv mistøk í síðsta partinum av dystinum, sum troyttu mótstandararnir. Enn hava fremstu liðini hjá monnum ikki spælt ímóti hvørjum øðrum, og spenningurin er stórur til VÍF og H71, sum mong meta, sum einasta veruliga avbjóðaran hjá VÍF, bresta saman í høllini í Vestmanna sunnudagin. Í fjør var spenningurin til hendan dyst tann sami sum í ár, men vestmenningar vóru illavorðnir, tá teir fingu H71 á vitjan, tí teir vunnu við so greiðum tølum, at eitt hvørt prát um at hoyvíkingar skuldu bjóða av, tagnaði við brestin. Tann vandin er sjálvandi til staðar aftur í ár, men H71'arnir tykjast verða komnir enn longri enn teir vóru komnir um somu tíð í fjør. Spælararnir hava fingið smakkin av lívinum í oddinum, og teir eru minst líka væl samanspældir, sum teir vóru í fjør. Spælandi venjarin, Hans Guðmundsson, tykist eisini verða ein vinningurin fyri liðið. Men spurningurin er sjálvandi hvussu hoyvíkingarnir fara at roynast, tá teir skulu spæla móti besta liðnum í landinum, undir tí trýsti, sum liggur í slíkum oddadysti, og vitandi, at øll vóna, at teir kunnu skapa spenning í hondbóltskappingini. Tann spurningurin verður partvís svaraður, tá VÍF og H71 hittast fyrstu ferð sunnudagin. Kyndil fremsti avbjóðarin Hjá kvinnunum hevur Neistin lagt harðliga fyri, og hóast liðið hevur mist fleiri av sínum stuðulsspælarum frá í fjør, hevur liðið higartil í ár vunnið hvørjaferð, tær hava verið í dysti. Tær hava spælt tríggjar ferðir á útivølli, men eru komnar aftur til Havnar við báðum stigunum hvørja ferð. Mikudagin 19. november um 9 dagar fær bláa liðið tó sína søk fyri, tí tað verður fyrsti grannadysturin móti Kyndli í ár, og liðið hjá Kyndli er betur fyri í ár, enn tað hevur verið í langar tíðir. Spælararnir hava vant nógv undan kappingini, og við fleiri profilum á liðnum í senn, er Kyndil fremsti avbjóðarin hjá Neistanum. Men tað er sum við H71 í hesum førði. Spurningurin er hvussu Kyndlaspælararnir fara at standa seg, tá tær koma undir trýst í einum tøttum og hørðum dysti móti Neistanum. Neistakvinnurnar hava nógv fleiri royndir við at vinna slíkar dystir, og tað tykist sum Kyndil skal bróta eina ónda ringrás, fyri at koma rættiliga í gongd. Og svarið til tann spurningin fáa vit partvís næsta mikukvøld. Jan Allan Müller skoraði Men tað hjálpti lítið, tí Esbjerg tapti 4-1 fyri Ålborg Chang Jan Allan Müller skoraði málið hjá Esbjerg Jan Allan Müller gjørdi einasta málið, sum Esbjerg fekk í 1. deildardystinum móti Ålborg Chang leygardagin. Men málið hjá føroyska álopsspælaranum munaði lítið, tí Esbjerg mátti lúta annan dystin á rað. Úrslitið var hesaferð 4-1. Dysturin leygardagin var tann seinasti í fyrru hálvu av donsku kappingini, og Jan Allan Müller og Jens Erik Rasmussen, sum eisini er í felagnum, fara nú í vetrarfrí frá fótbóltinum. Esbjerg hevði við fleiri sigrum togað seg væl upp á stigatalvuni, men seinastu tveir dystirnar hevur liðið tapt, og tí eru teir dottnir niður á 10. pláss í deildini. 16 lið spæla í 1. deild. Tú kanst ikki sita í Danmark og merkja Føroyar Týdningarmesta uppgáva mín er at skilja føroyingar. Eg fati tykkum sum mínar viðleikarar, tá tað snýr seg um at greiða dønum frá føroyskum sjónarmiðum, soleiðis, at teir skilja veruleikan her á landi, sigur ríkisumboðsmaðurin Ríkisumboðsmaðurin er blíð og fyrikomandi, og svarar øllum spurningum, tó at tú hevur varhugan av, at hon ongantíð fer út um markið, sum er sømiligt í hesum starvi. Spurd, um hon ikki hevur sína persónligu uppfatan av føroysku/donsku málunum, svarar hon, at tað hevur hon, men at tað ikki kemur málinum við. Í míni útbúgving sum løgfrøðingur, lærdi eg øll árini, at skúgva míni persónligu sjónarmið til viks. Mín yrkislærda venjing er, at um eg merki at míni persónligu sjónarmið koma til sjónar, at vera serliga varin, sigur Vibeke Larsen. Hon hevur nú virkað sum ríkisumboðsmaður í Føroyum í góð tvey ár. Nógv vatn er runnið í ánna síðani hon kom hendavegin bæði av samfelagsligum og politiskum týdningi fyri viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Virði at kenna sín søguliga uppruna Hvat virði er í felagsskapinum, og hvussu fremur tú tað í tínum arbeiði Tað hevur altíð stórt virði at kenna sín søguliga uppruna, sum í okkara føri stavar frá seinasta parti av Kalmar-uniónini. Hetta samband er tí søguliga ógvuliga virðismikið, og átti av røttum at verið positivt. At stórir mótsetningar eru innan felagsskapin, nýtist ikki at vera ein bági, men kann eins væl verða eitt virði í sjálvm sær. Eg hugsi eisini, at hetta kann førast yvir á politisku skipaninar í londunum báðum, um tú vilt, sigur Vibeke Larsen. Spurd, um tað hevur nakað virði fyri Danmark, sigur ríkisumboðsmaðurin, at tað hevur tað so avgjørt. Ikki minst hevur ríkisfelagsskapurin týdning, nú ES-felagsskapurin fyllir so nógv, at vit eisini venda okkum aðrar vegir. Ein kanning í Politiken vísir, at danir eru fyri ríkisfelagsskapinum. Tá danir herfyri vóru spurdir, um teir vóru fyri ríkisfelagsskapinum millum Danmark og Føroyar, svaraðu tey flestu, at ríkisfelagsskapurin skuldi varðveitast. Danir hugsa ikki um Føroyar sum lítið land Tað hava verið dagar, tá danir avgjørt ikki vildu vita av Føroyum Tað er rætt, men tað var ein stórur skelkur, tá tað frættist í Danmark, at tað gekk so illa búskaparliga í Føroyum. Um vit fara aftur í tíðina í áttatiárunum, so fingu danir kartoffelkuren, sum gjørdi, at nógv fólk noyddust at fara frá húsi og heimi. Somu árini hoyrdu vit um, hvussu øll livdu yvir evni í Føroyum. Tað er greitt, at tá komu nógvar kenslur fram báðar vegir í fólkinum, men kortini síggja danir virðini í at varðveita ríkisfelagsskapin millum londini, sigur ríkisumboðsmaðurin. Er tað okkara lutur sum lítlibeiggi í felagsskapinum at verða við undirlutan Tá vit tosa um stødd á londunum báðum, so hugsa danir als ikki um, at Føroyar eru so fámentar. Fyri teimum eru londini á somu stødd. Tá donsk bløð og fjølmiðlar viðgera føroysk mál, so verður ofta gjørt nógv burturúr smálutum. Hugsað verður ikki um heildina. Fjølmiðlarnir hava ikki skil fyri umstøðunum í Føroyum, og tí verður tað, ið kemur fram, ofta tulkað sum sjónarmið hjá danska fólkinum, og tað hevur ikki gjørt sambandið lættari. Hinvegin, so verða bløðini frá í gjár ballað um fiski í morgin. Tá samanum kemur, hevur tað ongan týdning fyri heildina. Lívligt í tinginum Ein partur av arbeiðinum hjá ríkisumboðsmanninum er at vera hjástødd, tá tingið er saman. Tað dámar henni væl, tí tingið er so lívligt. Ríkisumboðsmaðurin sammetir føroysku parlamentarismuna við hana í enska undirhúsinum. Donsku tinglimirnir hinvegin, akta nógv betur í Fólkatinginum. Tað ger Fólkatingið meira stírvið og keðiligt. Í fyrstuni var eg í tinginum hvørja ferð, og har lærdi eg málið, men nú hyggi eg at dagsskránni, áðrenn eg fari í tingið. Tað er ofta áhugavert at vera eygleiðari, men tá bløðini og fjølmiðalrnir eru til staðar, skulu allir tinglimir á røðarapallin. Tað kann vera møðsamt at sita so leingi, um bert fjas kemur burturúr. Fiskivinnan og danski landbúnaðurin Serliga tá orðaskifti er um fiskivinnuna, sum hevur so stóran týdning, kundi eg skrivað frágreiðing framman undan, tí eg veit, hvat tfer at verða sagt. Tað skilji eg eisini væl, tí hetta er livibreyðið hjá flestu føroyingum, men málið stendur í stað. Hvat siga danir til, at politikarar ikki kunnu semjast um ein skipan fiskivinnupolitk Hesir trupulleikar kunnu sammetast við teir í landbúnaðarvinnuni í Danmark. Bert er landbúnaður ikki livibreyð hjá so nógvum dønum, men felags er, at hetta er sami lívsháttur, á hædd við fiskivinnuna í Føroyum. Trupulleikin er bert, at landbúnaðarvinnan ikki hevur so framstandandi týdning í Danmark, av tí at vit hava aðrar vinnur, sum kunnu stuðla landbúnaðinum, meðan vit onga vinnu hava, sum kann stuðla fiskivinnuni í Føroyum. Eg skilji væl støðuna í fiskivinnupolitikkinum Tað undrar meg als ikki, at tað er so torført hjá føroyingum at semjast um fiskivinnu broytingarnar. Tað tók fleiri tíggjuár at broyta bygnaðin í danska landbúnaðarvinnuni, sigur Vibeke Larsen. Ert tú umboð fyri Danmark í Føroyum, ella umboð fyri Føroyar í Danmark Eg umboði alt ríkið, men sjálvandi fyrst og fremst í viðurskiftum millum londini bæði. Tað merkir, at eg skal kunna um og greiða frá sjónarmiðunum í londunum báðum, og rudda møguligar misskiljingar burtur o.s.fr.. Er tað torført Nei, als ikki. Frá føroyskari síðu havi eg fingið stóra vælvild, og hóast nógv orðaskifti móti donsku stjórnini hava verið í tinginum, so hava politikarar ongantíð brúkt tað móti mær persónliga. Tá eg nú eru sett sum ríkisumboð í Føroyum, so er tað fyri at hava eitt umboð, sum lurtar eftir tí, sum føroyingar hava at siga. Tað hevur verið uppá tal at flyta ríkisumboðsstovnin til Danmarkar, men tað vendu donsku embætismenninir í Stjórnarmálaráðnum sær harðliga ímóti, tí tú kanst ikki sita í Danmark og merkja, hvat fyriferst i Føroyum, sigur Vibeke Larsen. Danska embætismannaverkið Er danska embætismannaveldið ikki júst ein trupulleiki í føroyskum viðurskiftum Nei, tað haldi eg ikki. Danskir embætismenn arbeiða bert nógv øðrvísi enn teir føroysku. Teirra skipan er bert eitt meira topptunað embætismannaverk, í mun til tað føroyska, men teir hava avgjørt einki gjørt fyri at sýna illvilja. Hvussu nógv vita danskir politikarar, her íroknað forsætisráðharrin og hinir ráðharrar um føroysk viðurskifti Heimastýrisskipanin er undir Stjórnarmálaráðnum. Embætismenninir kunna forsætisráðharran um viðurskiftini í Føroyum, og hóast teir ikki fara í smálutir, so haldi eg, at Nyrup Rasmussen, hevur breiða vitan um tað, sum fyriferst í Føroyum. Tað hava hinir ráðharrarnir eisini, sum hava við føroysk viðurskifti í sínum málsøki. Heimastýrisskipanin er ein karmur, sum politikararnir gera. Síðan eru tað embætismenninir ið fylla karmarnar út. Teir kunnu ikki fara út um markið, sum embætismannaskipanin loyvir teimum. Gera teir tað, verða teir koydir frá. Tí er eingin vandi fyri, at embætismenn gera nakað, sum teir ikki hava heimild til, sigur Vibeke Larsen. Samband er alla tíðina millum londini Er tað ikki løgið, at danska stjórnin hevur sýnt Føroyum so lítlan áhuga, og ikki hava vitjað seinastu árini, nú viðurskiftini hava verið so ógreið Tað merkir kortini ikki, at einki samband er. Vit kunna støðugt embætisfólk og ráðharrar, og teir fáa vitan um tað, sum stendur í bløðunum og fjølmiðlunum. Donsk embætisfólk vitja her í arbeiðsørindum, og hitta sínar starvsfelagar, eins og ráðgevandi nevndin vitjar, og tosar við vinnulívsfólk o.o. í samfelagnum. Vit kunnu altíð kjakast um, hvørt sambandið átti at verið størri, men so krevst ein skipað fundardagsskrá fyri, hvat teir skulu gera her, sigur Vibeke Larsen. Um sín leiklur, sigur Vibeke Larsen, at hon skal kunna bæði føroyingar og danir. Jú meir partarnir vita um viðurskiftini í báðum londum, tess betur skilja teir hvønn annan. -Av tí at talan er um kunning báðar vegir, er ikki talan um, at eg virki sum njósnari. Heldur virki eg sum vanligur embætsimaður, ið er millumlið, og um neyðugt boðberi millum løgmann og forsætisráðharran. Eg kann gera hetta arbeiði so sum eg sjálv haldi vera best, sigur ríkisumboðsmaðurin. Heldur tú at ríkisfelagsskapurin hevur lív lagað Eingin kann gita sær til, hvat stendur á næstu síðu í bókini. Tá eg lesi í bókini um ríkisfelagsskapin, so havi eg varhugan av, at eg veit, hvønn veg tað ber. Ríkisfelagsskapurin verður ikki avtikin Soleiðis sum eg fati tað, so er einki sum týður uppá, at vit standa fyri at avtaka ríkisfelagsskapin, men at skipanin verður kanska broytt. Tað er heilt náttúrligt, og hevur einki við grundarlagið í ríkisfelagsskapinum at gera. Vit eru tvey ymisk fólkasløg, við hvør sínum eyðkenni, sum hava brúk fyri felagsskapinum. Eitt nú eru nógvar familjur giftar við hvør øðrum. Hóast nógvir føroyingar búgva í Danmark, so gerast teir harfyri ikki danir. Teir eru frameftir føroyingar. Tað er hvør sín fólkasál í londunu báðum, sum hava brúk fyri felagsskapinum. Eg skilji føroysku fólkasálina betur nú Heldur tú, at tú hevur lært føroysku fólkasálina at kenna Tað dugi eg ikki at siga, men við árunum, hendir tað ikki so ofta, at eg verði bilsin av tí, sum fyriferst. Jú, tað kann hugsast, at eg skilji føroyingar betur. Sjáv eri eg uppvaksin við Tønder í Suðurjútlandi, í láglendi við sjógvin, har tað er náttúran, sum stýrir menniskjunum, eins og í Føroyum. Náttúran skapar menniskjuni Eg eri sannførd um, at menniskjuni verða skapað ella formað eftir landslagnum, tey verða uppald í, sigur Vibeke Larsen. Hon greiðir frá ferð úti í Fugloy, har skiparin hevði sitið sjóvarfallið av sær. Ferðin gjørdist dramatisk, og ríkisumboðsmaðurin samanber hetta við kensluna av ótryggleika heima, har tey ofta noyddust at flýggja heimanífrá undan vatnflóðini. Um ikki føroyska fólkasálin er skapt av teimum náttúrugivnu umstøðunum í Føroyum, so veit eg ikki, hvussu føroyingar annars høvdu megnað at liva á hesum klettunum, sigur Vibeke Larsen. Og so royndu teir einaferð enn... Dysturin um, hvør ið skal eiga Føroyagrunnin, hevur tikið ferð á seg. Føroya Reiðarafelag kastaði eftir útróðrarflotanum fyri at framhevja seg sjálvan, og landsstýrið kemur glaðbeint aftan á við, í skundi, at samankalla nevndina til endurskoðan av allari inntøkutrygd. Hon skuldi so taka útróðrarflotan burtur úr og viðgera hann fyri seg í skundi. Fyri ein ordans skyld skal nevnast at henda nevndin ikki hevur verið til arbeiðis síðani í mai mánaða. Vit vita væl, at tað eru partar av føroyskum vinnulívi, ið allarhelst vilja vera útróðurin fyriuttan, og at so partar av hesum antin eru á tingi, ella hava armar inn í tingið, ger teir bert somikið sterkari. Tað, sum mest er frammi í løtuni, er at vísa á árið 1996 sum tað árið, ið skal lýsa støðuna hjá fiskiflotanum, sum Føroya Reiðarafelag umboðar. Ein kemur at hugsa um at tað er sum at taka einkult skrift-stað burtur úr Bíbliuni. Gert tú tað, og viðger tað isolerað frá heildini, ja, so kanst tú fáa akkurát tað burtur úr tí, sum tú vil. Útróðrarflotin hevði sína kreppu í 1975 og kom tá skipanin við Ráfiskagrunninum, sum fyri útróðrarflotan riggaði væl. Ein spírandi feskfiskafloti við størri fiskiførum fekk væl burtur úr hesari skipan, meðan útróðrarflotin onkur ár betalti inn til skipanina. Aftan á 100-tals milliónir úr Ráfiskagrunninum fór línu- og trolaraflotin gjøgnum eina sanering, sum gav teimum aftur 100-tals milliónir í íløgustuðli. Nú hesin flotin eitt einasta ár so dánt er komin fyri seg, blakar hann seg yvir tann flotan, sum hjálpti honum á føtur. Meginfelag Útróðrar-manna hevur altíð staðið á varðhaldi at verja útróðrarmenn móti sniðálopum, bæði í góðum og ringum tíðum. Vit fara at fylgja gongdini í tøttum samstarvi við lokalfeløgini kring landið. Vegna Meginfelag Útróðrarmanna Chris Jan Michelsen Ein misskilt gøla Rættleiðingar til skriving um Independent Consultants v.m. Vegna tær løgnu gitingarnar, sum í seinastuni eru komnar undan kavi í før-oyskum fjølmiðlum, skal eg viðmerkja fylgjandi: Fyrr í ár arbeiddi m.a. undirritaði eitt skifti fyri ávikavist Independent Consultans og Anderson Consultants. Millum tilfarið sum lýsingar og annað innan marknaðarføring skuldi útinnast fyri, var ein 8-síðu upplýsingapakki, ið stavaði frá einum limafelag við adressu í ávikavist Canada og Jamaica. Limafelagið segði seg hava lán/kredit at bjóða út við sera lagaligum treytum. Vit kannaðu málið so frægt sum stundir vóru til og sóu einki tekin um at felagið ikki kundi standa við síni tilboð. Umleið 15 fólk keyptu nevnda upplýsingapakka fyri 350 krónur. Tey vóru gjørd kunnug við at vit svaraðu ikki fyri sjálvt innihaldið í upplýsingapakkanum, sum jú stavaði frá einum triðjaparti, ið vit á ongan hátt kundu hava ávirkan á. Nú er so fyri kortum vorðið greitt, at nevnda limafelag ikki longur vísir seg at svara, tá fólk royna at fáa samband. Av hesari orsøk hava vit fyribils steðgað við allari sølu av upplýsingum viðvíkjandi nevnda felag; samstundis vilja vit inntil víðari ráða øllum frá at rinda nakað forút fyri tænastur frá teimum. Tey, sum fyrr í ár frá ávikavist Independent Consultants og Anderson Consultants, keyptu nevnda 8-síðu upplýsingapakka, fáa tískil í næstum í boði antin at fáa ein nýggjan og betri upplýsingapakka, ella tær 350 krónurnar aftur, sum tey goldu fyri tann umtalaða upplýsingapakkan. Viðvíkjandi skrivingini í ávísum bløðum er at siga, at vit eru í ferð við at umhugsa rættarliga stevning. Vit hava handlað í góðari trúgv og kunnu á ongan hátt ákæras fyri slík brotsverk, sum vit av órøttum eru lagdir undir. Leysasøgur um navnabroytingar, Jamaica-ferðir o.a. mugu standa fyri egna rokning hjá teimum, ið hava loyvt sær at loypa tær út í orð og enntá at hornblása tær út via bløðini. Vinarliga, Búi Tyril Patent TK-stovan -Jydsk Teknologisk Institut Tað mundu vera útvið 150 spentir og yvirhøvur ungir føroyingar, ið fyri o.u. 4 vikum síðani møttu upp á Hotel Hafnia fyri at hoyra eitt umboð fyri Jydsk Teknologisk Institut greiða frá, hvussu tú søkir patent og hvat tað kotar. Nýstovnaða TK-stovan stóð fyri hesum framtaki. Útvið 150 áhoyrarar fóru av stað aftur frá fyrilestrinum bebbaræddir bert við tankanum um at søkja um patent, tí sambært flogvitinum frá Jydsk Teknologisk Institut kom tað fyri tað fyrsta at kosta teimum o.u. kr. 200.000 áðrenn komið var á mál bert í Danmark. Skuldi patentið síðani víðkast til eisini at fevna um onnur lond t.d. USA, Japan, EF-londini og Noreg, kom kostnaðurin skjótt yvir milliónina. Tað var sera trupult at orða eina patentumsókn rætt, men fyri serfrøðingarnar hjá Jydsk Teknologisk Institut var tað eyðsæð ein uppgáva, teir megnaðu sum fótur í hosu... Flest øll mundu uppliva fyrilesturin hjá hesum serfrøðingi sum eitt samanhangandi, neyðarsligt reyp av egnum dugnaskapi kryddað við onkrum miseydnaðum royndum at vera stuttligur patenteraðar hítir o.l.. Tú sat og hugsaði við tær sjálvum: Harragud fyri nakrir apukøddir danir mugu halda okkum vera. Men hvat Tá vit rópa neyðarróp eftir teimum fyri at hjálpa okkum at drepa rottur, og hava latið upp í teirra hendur at avgera, hvat sum er føroyskt og hvat sum er óføroyskt í okkara náttúru Yvirfriðingarnevndin, hvat er tá annað at vænta Nú eri eg sannførdur um at vanligi føroyingurin í størri mun enn danir yvirhøvur hevur bæði beinini á jørðini, so tað er ikki har hundurin liggur grivin. Nei, hundurin eru teir mongu nýklaktu búskaparfrøðingarnir, ið tey seinastu 10-12 árini eru settir at stýra skjótt alt og øllum her í landinum, eins og prestarnir gjørdu tað í Gabels-tíðini. Men hevur tú nakrantíð frætt um, at hesir frøðingar sjálvir hava havt eitt nýtiligt vinnuhugskot og harafturat kanska megnað at framt tað í verki Ongantíð Veruligar lívsroyndir hava flestir teirra ongar. Teir hava hvørki pissað í sjógv, hildið í einum spaka, sligið ein seym í ella fangað ein glasáll. Teirra víðskygni er tí ikki rúmari, enn at tað illa nokk kann nýtast til annað enn sum gloriu kring egnu høvur. Kortini verður latið upp í júst teirra hendur at meta um og avgera okkara framtíð avgera um hugskot og verkætlanir hjá okkara royndu kvinnum og monnum skulu verða lív lagað ella ikki Aftur til patentini: Sama um ein patentumsókn til Patentdirektoratet, Danmark verður góðkend ella ikki, so skalt tú rinda kr. 3.000 til henda stovnin, tá umsóknin verður innsend. Verður tín uppfinning góðkend, so skalt tú afturat gjalda kr. 2.850 fyri publicering af patentskriftet, sum tað eitur. Tað stendur tær nú frítt at royna at selja patentið, ella at víðka tað til eisini at fevna um lond uttan fyri Danmark. Men nú ganga vanliga í minsta lagi 20 mánaðir frá tí degi umsóknin verður innsend, til hon er liðugt viðgjørd og góðkend, so tú hevur í veruleikanum góða tíð at hugsa teg um. Her skal tí ikki vera komið nærri inn á, hvussu tú í eina ávísa tíð og ódýrt kann tryggja tær, at eingin stjelur patentið frá tær í londunum uttan fyri Danmark, og hvat ein uppfinning kostar at patentera í øðrum londum. Tað eg her fremst vil fram til er, at tað í flest øllum førum er fullkomuliga óneyðugt og alt ov dýrt at leita sær ráðgeving uttanlands. Danska Patentdirektoratið hevur givið út hópin av leiðbeiningarbóklingum við góðum dømum, har tú sjálvur kanst lesa tær til, hvussu ein patentumsókn skal orðast. Ivast tú, ber eisini til at spyrja seg fyri hjá Patentdirektoratets Kundecenter. Mínar royndir eru, at starvsfólkini har eru sera beinasom, kanska serstakliga mótvegis okkum, tí vit hava sum kunnugt einki tøkniligt bókasavn, har tú kanst kanna upplýsingar á tí øki, tú hevur áhuga fyri. Føroyskar uppfinningar eru mær kunnugt allar meira og minni beinleiðis knýttar at hugsjónum um hvussu ting, tól og framleiðslur evnisliga kunnu gerast munandi skilabetri enn gjørt verður. Hesi andabornu finna-uppá-menniskjur eru ikki frøðingar, men vanlig fólk við drúgvum lívsroyndum, oftast frá einum umhvørvi, har fjølbroytt náttúruviðurskifti gav teimum støðugar nýggjar avbjóðingar í uppvøkstrinum. Bara seinastu 2 árini veit eg um 6 patentumsóknir, ið eru sendar beinleiðis frá uppfinnarum í Føroyum til Patentdirektoratet. 2 eru longu góðkendar, 2 verða tað í næstu framtíð, 1 er ikki liðugt viðgjørd, og 1 kundi ikki góðkennast, tí meinlík uppfinning var longu patenterað. Mín leiklutur í sambandi við tílíkar umsóknir, hevur í høvuðsheitinum verið at hjálpa uppfinnarunum eitt sindur við orðingini, so frágreiðingin sam-svaraði við ásettu krøvini. Yvirhøvur er tað tíbetur eisini enn so í Føroyum, at um uppfinnarin sjálvur ikki er so kringur at tekna, so kennur hann altíð onkran, ið dugur henda kynstur, og sum við gleði hjálpir honum, uttan at krevja tað stóra afturfyri. Samanumtikið vil eg tí siga til okkara uppfinnarar: Patent í Danmark og í týdningarmestu útlondunum eigur í flest øllum førum ikki at kosta tykkum stórt meira enn umleið 10% av teimum upphæddum, ið flogvitið frá Jydsk Teknologisk Institut upplýsti á umrødda fundi. Hetta er tó treytað av, at tit hugsa egnar tankar, hava álit á egið hugflog og ikki innflyta strongdar businesstankar frá útlendskum ráðgevum. Ella sagt eitt sindur øðrvísi: At tit gagnnýta ikki misnýta tær mongu hjálpandi hendur, ið altíð eru og hava verið í tykkara nærumhvørvi, og sum eru ein hin týdningarmesti tátturin í okkara mentan. Fyri okkara vinnulív eru dygd kvalitet, nýggjar framleiðslur, vørumenning og uppfinningar fremsta treytin fyri framburð. Størsta forðingin er nevndi stóri riðilin av ongantíð-pissað-í-sjógv-frøðingunum, ið skjótt stýra alt og øllum her á landi. Endamálsgreinirnar og viðtøkurnar fyri vinnustovurnar og -grunnarnir, ja, sjálvt fyri Framtaksgrunnin eru helst á góðari leið, men sum kunnugt kann hvørki ein stova ella ein grunnur hugsa. Tað kunnu bert tær menniskjur, ið stýra grunnin/stovuna. Tí hjálpir lítið at broyta viðtøkur og endamálsgreinir, verður ikki samstundis skorið inn á bein júst her. Men dirvi til tess hava flest allir politikarar ikki, og krógva sítt dirvisloysi aftan fyri orðavavstrinum: soleiðis er nú einaferð politikkur. Tí er eisini at vænta, at tann positiva búskaparliga gongdin í landinum, ið okkara fólkavaldu reypa av í dag, og sum vit kunnu takka toskinum og makrelinum fyri, skjótt verður størsta búskaparliga marran nakrantíð, tá toskurin og makrelurin aftur leita sær nýggjar leiðir. Eg havi her óivað verið í so bersøgin mótvegis okkara óroyndu frøðingum, og tað er heldur ikki rætt at døma allar eins, tí undantøkini eru fleiri. Men settir í týðandi størv her heima, tykist tað sum flestir teirra taka botn fyri eyguni fyri alt, ið bert ber roykin av at vera føroyskt, beinanvegin onkur fyri teir trupul spurningur stingur seg upp. Tá venda teir sær til Danmarkar ella Svøríki/Noregi fyri at fáa hjálp, hóast besta hjálpin fyri allar partar kanska var at finna í grannahúsinum. Prestigan hevur alt at siga her, og lætt er at krógva egnu tørvandi lívsroyndir og víðskygni, tá tú hevur útlendskan serfrøðing helst frá kendari stórfyritøku undir liðini. Í okkara grannalondum varð Yuppi-tíðin gravløgd fyri 7 árum síðani. Her stendur hon enn í fullum blóma. Blás í hornið Ólivant Tormóður Dahl Reyði tráðurin í føroyskum politikki Samtykt frá eykalandsstevnu Javnaðarfloksins í Trongisvági 7.-8. november 1997 Javnaðarflokkurin hevur á eykalandsstevnu viðgjørt støðu landsins og støðuna hjá føroysku kommununum. Landsstevnan tekur undir við uppskotinum til kommunuskipan, sum floksins kommunubólkur hevur latið úr hondum. Javnaðarflokkurin setur sum sítt fremsta mál at bøta munandi um korini hjá pensjónistum, sum bert hava fólkapensjónina at liva av. Hetta skal gerast við at hækka serligu viðbótina hjá pensjónistum og við at menna samhaldsfasta. Fólks um eru undir 67 ár og fáa fólkapensjón, skulu eisini hava rætt til útgjald úr Samhaldsfasta. Flokkurin ásannar, at eldrarøkt eigur at verða styrkt og fleiri sambýli verða útvegað, so tørvurin á røktartilboðum minkar. Korini hjá barnafamiljum verða bøtt, og barnsburðargrunnurin skal eisini fevna um privata arbeiðsmarknaðin. Barnsburðarfarloyvið skal leingjast, og barnafrádrátturin skal verða latin, til barnið er 18 ár. Útbúgvingarstuðulin skal hækka og lánsmøguleikarnir skulu bætast, so eingin setist aftur av fíggjarligum orsøkum. Øll, sum fáa sær eina miðnámsútbúgving, skulu hava rætt til stuðul. Bøtt verður munandi um korini hjá teimum við skerdum møguleikum, og menningartarnaðum verður útvegaður tryggur bústaður. Skatturin hjá lág- og miðalinntøum eigur at verða lækkaður. Landsstevnan leggur áherðslu á at røkja og gagnnýta fiskastovnarnar og skynsamasta hátt. Flokkurin heldur fast um, at útróðrarbátar undir 15 tons skulu fiska frítt. Fiskidagaskipanin skal grundleggjandi endurskoðast og keyp og sølu av fiskidøgum skal takast av. Fiskiskipaflotin verður endurnýggjaður eftir eini miðvísari skipan galdandi í 10 ár. Ístaðin fyri verandi veiðiorku skal byggjast ein floti, sum ikki bara kann veiða men eisini kann hagreiða fongin til bestu góðsku. Gomul orka fer úr flotanum, samstundis sum nýggj skip verða smíðað. Miðað eigur at verða eftir, at sum mest av fiskatilfeinginum kemur upp á land og verður virkað her á landi. Landsstevnan leggur dent á at bøta um livikorini hog vinnumøguleikarnar í útjaðaraøkinum, so øll hava javnbjóðis kor og vinnumøguleikarnar í útjaðaraøkinum, so øll hava javnbjóðis kor at liva undir. Landsstevnan mælir frá at privatisera almennar stovnar, almenna bankan, almennu landsjørðina og mælir frá privatari spekulatión í okkara felags tilfeingi. Landsstevnan er samd um, at politiska frælsið er treytað av búskaparligum frælsi. Samstundis ásannar stevnan, at tíðin nú er búgvin til at viðgera okkara ríkisrættarligu viðurskifti og vil taka stig til at sett verður ein stjórnmálanevnd. Landsstevnan mælir til, at Javnaðarflokkurin setir sær fyri, at heimastýrislógin verður avloyst av eini sjálvstýrislóg. Landsstevnan stuðlar tingmanning floksins í sjónarmiðnum um, at virki hjá Fiskavirking, sum liggja still, skulu seljast øðrum, og at miðsavnandi virksemið hjá Fiskavirking ikki eigur at halda fram. Í samband við at íløgustuðulin sambært lóg fellur burtur komandi ár, skal skipast so fyri, at hetta ikki má hava óhepna ávirkan á vinnumøguleikarnar kring landið. Ein kommunuskipan, ið javnsetir borgararnar Allir borgarar skulu verða eins fyri í vælferðarsamfelagnum, líka mikið, hvar í landinum teir vilja búseta seg og kommunur skulu ikki tvingast at leggja saman, men arbeiða í nátúrligum størri eindum, sigur Javnaðarflokkurin í uppskoti til nýggja kommunubygnað Hans Jørgensen hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum, sumhevur tilevnað uppskotið Allir borgarar í landinum skulu fáa somu møguleikar, hvar í landinum teir enn búgva. Hetta hevur verið høvuðsendamálið við uppskotinum til nýggjan kommunubygnað, segði Hans Jørgensen tá Javnaðarflokkurin í gjár hevði tíðindafund í samband við landsstevnuna, flokkurin hevur hildið um vikuskiftið. Javnaðarflokkurin setti í fjør ein arbeiðsbólk at gera uppskot um framtíðar ætlan floksins á kommunuøkinum, og samtykti landsstevnan uppskotið, sum lagt varð fyri stevnuna fríggjakvøldið. Galdandi kommunuskipan, sum er frá 1872 við smávegis broytingum, er ikki hóskandi longur, segði Hans Jørgensen, sum hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum. Tí hevur flokkurin ásannað, at okkurt annað má gerast. Tosið um kommunusamanlegging er eisini farið alt ov vítt, og hava vit tí miðað eftir at finna eina loysn, sum ikki krevur, at kommunur leggja saman, men sum samstundis heldur ikki forðar fyri hesum, segði hann. Javnaðarflokkurin sigur í uppskotinum, at flokkurin hevur góðkent og stuðlað viljanum hjá føroyingum at skipað seg í bygdasamfeløg. Hugsjónin góðtekur sjálvsagt ikki, at samfelag okkara verður skipað bert út frá praktiskum, búskaparligum sjónarmiðum, segði Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins. Skal bygdasamfeløgunum verða lív lagað, so verður neyðugt støðugt at skipa lívsumstøðurnar hareftir, tí vit fara ongantíð at góðtaka, at Føroyar verða býttar upp í fyrsta og annanfloks menninskju tey, ið hava alskins tilboð til útbúgving, arbeiði, mentan og heilsuliga og almanna umstøður og so hini. Havast skal í huga, at ein fyritreyt fyri trivnaði í samfelagnum er, at rímiligt aldursbýti er í fólkinum, at javnvág er í arbeiðsbýti og arbeiðstilboðum til øll arbeiðstøk, og at tey, sum eru uttan fyri arbeiðsmarknaðin børn, gomul og óarbeiðsfør eisini eru ein nátúrligum partur. Arbeiðstilboð skulu vera bæði innan fiskivinnu, handverk, ídnað, umsiting, undirvísing og á sosiala økinum, stendur í uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum. Flokkurin sigur víðari, at sum samfealgið hevur ment seg tey seinastu 100 árini, hevur tíðarhóskandi lóggáva ikki fylgt við. Úrslitið er, at nógvar góðar skipanir steðga upp, gerast stirvnar og ójavnar fyri borgararnar ymsa staðni í landinum, tí tær eru drignar upp í ein vavgreyt millum ymsar myndugleikar. Hans Jørgensen sigur, at uppgávan hjá arbeiðsbólkinum var at hyggja at kommunuskipanini, og tí hevur bólkurin hildið seg til tey málini, sum í verandi skipan eru samantvinnað í bæði lands- og kommunuuppgávur. Javnaðarfloksins avgjørda støað er, at greiður skilnaður skal vera ímillum lands- og kommunuuppgávur, og hevur flokkurin tí tikið fram: 1 tað, ein kommuna fíggjarliga og umsitingarliga einsamøll til fulnar eigur at røkja í nærumhvørvinum 2 tað, sum er landsuppgáva, men har umsitingin nátúrliga hevur heimarætt í einum størri avmarkaðum øki. 3 tey mál, sum eru landsuppgávur og eiga at miðskipast, men hava umsitingardeildir við ávísum myndugleika úti í økjunum 4 mál, sum fult og heilt eru landsuppgávur. Uppgávurnar, har ábyrgdin og allur myndugleikin er hjá kommunustýrinum, verða a. at fyrireika, standa fyri, ella saman við øðrum luttaka í vunnuskapandi virksemi í heimaumhøvrvinum. b. at skipa kommununa tekniskt vegir, kloakkir, vatn, byggi- og býarskipan o. t. d. at byggja og umsita havnir og lendingar e. trivnaðarmál mentanarvirksemi, ítróttur, spælipláss, íbúðartilboð, bygdarhús og alt, sum kann hugsast at skapa trivna í kommununi f. áseta skattaprosent sambært fíggjarætlan galdandi fyri omanfyri nevndu øki Skúlamál, heilsumál og almannamál, sum sum eftir verandi skipan eru partvís felagsmál, verða landsmál burturav. Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at nýggja skipanin fer at økja almennu umsitingina, men hann vísir á, at skipanin fer at flyta størv úr meginøkinum út á lokalu økini. Hetta er eisini sum liður í arbeiðnum fyri at fáa hægri størv út á lokalu økini. Tað er heilt nátúrligt, at skal tað verða eins liviligt allastaðni í landinum, so krevur tað eisini eitt ávíst býti av arbeiði kring landið. Men uppskotið hjá Javnaðarflokkinum leggur upp til samstarv, tí kommunurnar fara at arbeiða í felag um ymsu uppgávurnar, sigur Hans Jørgensen. Hann leggur dent á, at talan verður ikki um at noyða kommunur at leggja saman. Vit kunnu enntá hava fleiri kommunur, enn vit hava í dag, men samstarvið kann føra til, at kommunur nátúrliga leggja saman, sigur Hans Jørgensen. Orsøkin til, at skúlaøkið ikki verður rikið av kommununum er, at allir landsins borgarar skulu hava sama møguleika til útbúgving, og orsøkin til at smábarnaansing er løgd saman við skúlaøkinum er, at Javnaðarflokkurin metir smábarnaansing at vera ein uppalingarspurning. Í Sosialinum í morgin verður nærri greitt frá uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum Jóannes Eidesgaard: FØROYAR SKULU VERÐA EITT SJÁLVSTØÐUGT LAND Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, setti í setanarrøðu síni á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum í Trongisvági orð á ta skipan, flokkurin hugsar sær skal loysa av heimastýrislógina. Talan verður um eina skipan, ið m.a. definerar Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land, sum so leingi føroyingar ynskja tað er í ríkisfelagsskapinum, at reglur verða gjørdar um føroyskan heimarætt, at orðið heimastýri dettur burtur og at skipanin við fólkatingsumboð verður umhugsað Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins hevur nú sett orð á sjálvstýrislógina SOSIALURIN, TRONGISVÁGUR: Tað er líkt til, at bæði fjølmiðlarnir og onkrir politiskir flokkar vilja hava ríkisfelagsskapin og heimastýrisskipanina til at standa ovast á dagsskránni til eitt komandi valstríð, segði Jóannes Eidesgaard m.a. tá hann setti eykalandsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri fríggjakvøldið. Tað var á landsstevnu á Tvøroyri í 1981, at málið um at gera eina sjálvstýrislóg fyrstu ferð varð viðgjørt í Javnaðarflokkinum. Á landsstevnuni í Klaksvík í 1989 varð málið eisini viðgjørt, og segði flokkurin tá, at Javnaðarflokkurin fór at virka fyri eini sjálvstýrislóg, sum skuldi avloysa heimastýrislógina. Tá flokkurin fór í samgongu við Fólkaflokkinum í 1991 varð henda lóg eisini nevnd í samgonguskjalinum, men hesi samgongu varð ikki lív lagað, og nógv hevur síðani ikki verið gjørt við uppskotið um sjálvstýrislóg. Tað hevur verið kastað okkum fyri, at vit einki ítøkjuligt hava gjørt við hetta mál, og tað hevur kanska verið av røttum, segði Jóannes Eidesgaard. Flokkurin hevur nú gjørt eina roynd at fáa meira kjøt sett á hesa ætlan, segði Jóannes Eidesgaard, sum legði afturat, at flokkurin tó okkurt hevur gjørt við hetta mál, m.a. við uppskotinum um setan av stjórnmálanevnd, sum hann helt vera við til at seta hol á málið. Lat meg heinanvegin siga, at okkara sjónarmið skal vera, at politiska frælsið er treytað av búskaparligum frælsi. Harnæst er tað okkara málsetningur, at tey stig, sum vit taka á sjálvstýrisleið, ikki skulu ganga út yvir vanligu vælferðina hjá vanliga føroyinginum. Vælferðin hjá føroyingum skal ikki offrast á sjálvstýrins altari, segði formaður Javnaðarfloksins. Hann legði eisini dent á, at støðan hjá Javnaðarflokkinum enn er tann sama, sum hon altíð hevur verið. Vit hava rætt til alt tað sjálvstýri, sum Føroya fólk krevur, segði hann. Heimastýrislógin hevur skapt møguleikar fyri at menna føroyska samfelagið soleiðis, at vit í størri og størri mun tóku ábyrgd av og fult ræði á øllum samfelagsviðurskiftum okkara. Vit hava í spurninginum um statsrættarstøðu okkara tveir høvuðspolar. Ein, sum sigur seg vilja hava loysing, og ein, sum ikki vilj hava nakra broyting í hesum viðurskiftum. Javnaðarflokkurin vil halda fram á sjálvstýrisleiðini, sum vit hava gingið undir heimastýrskipanini, men flokkurin heldur ikki, at tað er rætt at síggja eina loysing sum einastu loysn, men at miðast skal ímóti einum størri sjálvstýri, har vit framvegis eru í ávísum ríkisfelagsskapi við Danmark. Av tí, at verandi heimastýriskarmar eru útfyltir og við hvørt er farið út um hesar karmar, heldur flokkurin, at vit eiga at gera eina nýggja skipan, sum bæði hóskar betur til verandi viðurskifti, og sum slóðar fyri størri sjálvræði og sjálvsábyrgd. Jóannes Eidesgaard segði eisini, at heimastýrislógin alla tíðina hevur verið eitt innanhýsis stríðsmál og hevur elvt til ávísa spjaðing í fólkinum. Flokkurin ynskir tí, at tað verður, um ikki full semja, so í hvussu so er ein breið semja um ta skipan, sum vit føroyingar vilja hava. Vit mugu lýsa, hvat tað er, vit ynskja, og hvat vit klára, og hvat vit velja. Tað eru vit føroyingar, sum skulu taka hesa støðu, og tað eru vit, sum skulu taka ábyrgdina. Jóannes Eidesgaard heldur, at við tí støðu, sum Tjóðveldisflokkurin hevur, har hann fer so langt, at eingin fylgir honum, og við tí støðu, sum Sambandsflokkurin hevur, har einki skal henda, og heldur eingin fyrlgir teimum, ber til at siga, at hesir báðir flokkar eru eins góðir garantar fyri, at einki hendir á sjálvstýrisleið. Tí verður tað enn einaferð neyðugt hjá Javnaðarflokkinum at koma við uppskotinum, sum ein føroyskur meiriluti kann semjast um, um tað ber til at fáa eina semju, segði hann. Vit mugu ikki endurtaka støðuna frá 40'unum, tá føroyingar fóru til samráðingar uttan at hava funnið eina føroyska semju. Vit mugu hava eitt føroyskt útspæl, tí vit kunnu ikki rokna við at verða tiknir í álvara, um vit ikki vita, hvat tað er, sum vit vilja. Eisini mugu vit rokna við, at tað verða føroysku ynskini, sum koma at seta dám á eina nýggja skipan. Um innihaldið í eini sjálvstýrislóg, segði Jóannes Eidesgaard, at hon skal fyriskipa: * at Føroyar eru eitt sjálvstøðugt land * at so leingi ikki annað er fyriskipað eftir reglunum í hesi lóg eru Føroyar í ríkisfelagsskapi við Danmark * at føroyskt lóggávuvald og føroysk fyrisiting hevur alt málsræði í øllum málum, sum ikki eru felagsmál * at felagsmál eru tey mál, sum ikki undir heimastýrislógini eru tikin yvir sum sermál, og sum ikki seinni sambært føroyskar lóg eru tikin undir fult føroyskt málsræði * at áðrenn ein lóg í felagsmálum kann setast í gildi í Føroyum, skal hon verða samtykt á Føroya Løgtingi við somu mannagongd, sum eru galdandi fyri aðrar lógir * at reglur um føroyskan heimarætt verða settar * at reglur verða gjørdar um, hvussu farast skal fram, um vit ynskja at fara burtur úr ríkisfelagsskapinum Jóannes Eidesgaard segði, at høvuðsmunurin millum hesa lóg og galdandi skipan m.a. er: * at tað verður ikki avmarkað, hvørji mál kunnu gerast sermál * at orðið heimastýrið skal burtur * at reglan um, at vit skulu hava fólkatingsumboð verður umhugsað. Hetta stendur annars í donsku grundlógini. Men tá felagslógir kortini ikki kunnu setast í gildi í Føroyum uttan at verða samtyktar av Løgtinginum, verður tað, sum fer fram á Fólkatingi, einans donsk sermál * at lógir rætt og slætt eita lógir og ikki løgtingslógir * at lógin ásetur, at vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark til vit taka aðra avgerð og skal eisini innihalda greiða reglur um, hvussu tílík avgerð skal takast. Jóannes Eidesgaard segði, at samtykkja vit eina tílíka lóg, sum frammanfyri nevnt, kunnu vit ikki einvíst seta hana í verk. Hann segði eisini, at neyðug er at fáa eina avtalu við danir, og at tað verður uttan iva eisini neyðugt hjá dønum at fremja grundlógarbroyting. Tí hevur tað alstóran týdning, at tað er alt ella so at siga alt Løgtingið, sum stendur aftanfyri, so vit ikki undir samráðingunum eisini fáa eitt innanhýsisstríð. Javnaðarflokkurin fer tí enn einaferð at royna at fáa sett eina stjórnmálanevnd, segði Jóannes Eidesgaard. Setið ikki nýggjar stuðulsskipanir í gildi fyri tær tit avtaka Hóast tað eru fleiri positiv tekin í føroyska búskapinum, so mugu føroyingar ikki gera tað mistak at seta nýggjar stuðulsskipanir í gildi fyri tær, sum verða avtiknar. Vinnan eigur at klára seg uttan stuðul frá tí almenna sigur Ráðgevandi Nevndin í nýggjastu frágreiðingini. Føroyski búskapurin er framvegis inni í eini hepnari gongd, og framburðurin sýnist at halda fram í 1997. Vøksturin byggir á betri fiskarí ikki minst eftir toski, men eisini ein ekspansivur fíggjarpolitikkur og rentufallið sum heild hava stuðlað undir hesi gongd sigur danska Ráðgevandi nevndin viðvíkjandi Føroyum í seinastu frágreiðing síni til forsætisráðharran. Nevndin vísir eisini á, at framgongdin byggir á nógv tryggari grund enn líknandi vøkstur í endanum av 1980-unum. Núverandi vøksturin byggir nevniliga ikki á lántøku og almenn veðhald. Skuldin ov høg Hóast hesi positivu tekin, so vísir nevndin eisini á vágiligan útvikling. Fyri tað fyrsta er almenna skuldin framvegis sera høg. Tað verður so eisini fiskað so mikið nógv, at fleiri týðandi fiskasløg sum frálíðir verða hótt. Víðari sigur Ráðgevandi nevndin, at tað ikki eru tekin til, at framgongdin verður brúkt til gera upp við óheppin undantøk og serstakar reglur, sum framhaldandi eru innbygd í føroysku reglurnar og skipanir fyri skatt, avgjøld og tilskot vm. Nevndin vísir á, at av tí at føroyska samfelagið er so nógv bundið av eini høvuðsvinnu, nevniliga fiskivinnuni, er tørvur á at gera føroyska búskapin meira liðiligan og betri konsolideraðan mótvegis konjunkturunum enn tey lond, sum Føroyar vanliga samanbera seg við. Hetta er ikki støðan í dag, og tað er tí orsøk til at stúra fyri gongdini. Serstakliga tey seinastu tølini fyri m.a. royndarveiðu í føroyskum sjóøki kundu bent á, at tað vandi fyri, at búskaparliga virksemi fer at steðga upp komandi árini. Ráðgevandi Nevndin vísir síðani í frágreiðing síni á, hvussu tey torføru árini í byrjanini av 90-unum eru avloyst av einum betraðum konjunkturi, sum hevur havt við sær, at fleiri hava fingið arbeiði og hevur tað aftur givið øktar inntøkur. Víst verður á framgongdina innan alingina og byggivirksemið. Bara fiskiídnaðurin á landi hevur higartil ikki átt sín lut í framgongdini. Nevndin sigur víðari, at framgongdin hevur havt við sær munandi øking í privatu nýtsluni. Eisini almenna nýtslan veksur, men vøksturin er eitt sindur minni enn í privatu nýtsluni. Víst verður á, at handilsjavnvágin er positiv sjeynda árið á rað. Gjaldsjavnvágin vísir somu stóru yvirskot sum undanfarin ár. Harvið er uttanlandsskuldin minkað við 1,3 mia. kr. í 96. Almenna nettoskuldin uppá 6.3 mia. kr. við endan av 96 er enn sera høg, svarandi til 95% av tøku føroysku bruttotjóðarinntøkuni. Við núverandi gongd í almennu fíggjarstøðni verð ur skuldin bert at minka spakuliga. Fer rentustøðið at hækka kann tað hava við sær nýggjar útreiðsluøkingar. Nevndin ávarar um, at gongdin í almennu útreiðslunum og inntøkunum vísir, at framgongdin í búskapinum ikki í nóg stóran mun verður brúkt til at konsolidera almenna fíggjarstandin. Hon vísir eisini á, at ein langtíðarætlan fyri at gjalda aftur almennu skuldina hjá bæði landsstýrinum og kommununum og sum verður grundað á neyva stýring av samlaðu almennu útreiðslunum, kann hava við sær, at ein kann fara meira miðvíst til verka. Víst verður eisini á, at fyri at hetta skal hava nakra ávirkan, so eigur tað at verða hægri prioriterað at minka um skuldina heldur enn ynski um skattalækkingar. Nevndin sigur eisini, at ein meira krittisk gjøgnumgongd av serreglum og undantøkum á skatta- avgjalds og tilskotsumráðnum kann hava við sær, at landskassin verður betur fyri. Síðani setir nevndin upp nøkur viðurskifti, sum hon heldur kunnu stuðla undir hesum. Tað er m.a. at minka um rentufrádráttin til húsalán. Síðani eina tillaging av skattingini av rentum og partabrævainntøkum uttan mun til um inntøkurnar koma úr Føroyum ella útlandinum. Eisini verður nevnd ein tillaging av momsreglunum fyri fiskvinnuna og restina av vinnulívinum. Nevndin mælir eisini til, at serstaki lønarstuðulin til fiskivinnuna verður minkaður. At enda ynskir hon eina eina krittiska gjøgnumgongd av øðrum frádráttum og tilskotum. Víst verður í hesum sambandi á, at samlaða skattatrýstið í Føroyum ikki er høgt sammett við onnur norðurlond. Hetta hevur m.a. samband við týðandi árliga blokktilskotið frá Danmark. Skuld og kreditvirði Ráðgevandi nevndin vísir á, at ein trúverdug og pliktandi ætlan at minka um skuldina fer at hava fleiri hepnar avleiðingar við sær. Hon vil betra um álitið á føroyskan búskap, ja økja um kreditvirði Føroya. Harvið kann eisini koma gongd á tær privatu íløgurnar. Eisini fer ein afturgjalding av skuld at geva Føroyum betri rásarúm fyri tí vaksandi útreiðslutrýstinum, sum kemur av, at fleiri gerast eldri. Vinnulívið Hóast framgongd á nógvum økjum so ávarar nevndin móti tí manglandi konsolideringini av almennu fíggjarstøðuni, tí einvísa vinnustrukturinum og tí stóra veiðutrýstinum við Føroyar. Nevndin heldur ikki, at veiðutrýstið verður lækkað við teimum 30%, sum mælt er til við fiskidagaskipanini. Nevndin kemur til ta niðurstøðu, at føroyski búskapurin framvegis ikki er førur fyri at standa ímóti møguligum afturstigum, sum kunnu koma í kjalarvørrinum á eini rentuhækking ella um fiskiveiðan minkar nógv. Nevndin fegnast tó um, at onkur av alternativu vinnunum so sum alivinnan eftir eina torføra byrjan, nú tykjast klára seg væl. Ávarar móti at lata stuðul Menningin av einum meira fjølbroyttum og lønandi vinnustrukturi má fáast í meira fastar karmar heldur enn at fáa almennan stuðul. Nevndin sigur annars, at tað er sera umráðandi ikki at seta nýggja stuðulsskipanir í verk fyri tær, sum nú verða avtiknar. Lønarstuðulin til fiskivinnuna og annars vinnustuðul eigur stigvíst at verða tikin av fyri uppá longri sikt heilt at detta burtur. Eisini sigur nevndin, at tað er er ikki ein almenn uppgáva at tryggja eina endunýgging av fiskiflotanum. Nevndin sigur m.a.: "Målet bør være at opnå et system, hvor aflønningen i hver sektor såvidt muligt svarer til produktiviteten. Dermed sikres den bedst mulige anvendelse af økonomiens produktive ressourcer. Med den begrundelse bør der advares mod at indføre selektive skattefradrag eller lignende til særlige erhvervsgrupper. Ligesom det giver anledning til overvejelser i forbindelse med de færøske tanker om et momssystem med flere satser. Nevndin leggur aftrat, at tað kemur greitt fram, at almenn subsidiering av høvuðsvinnuni í síðsta enda verður fíggjað av vinnuni sjálvari og bert hevur við sær eina minni effektiva framleiðslutilrættaleggging, sum minkar um samlaðu føroysku brúksmøguleikarnar. Fiskiðídnaðurin illa fyri Ráðgevandi nevndin tekur eisini fiskiídnaðin fram og vísir á, hvussu vánaliga hesin parturin av vinnuni klárar seg í mun til aðrar partar. Ein orsøk er, at ein støðugt størri partur av fiskinum verður landaður uttanlands. Trupulleikarnir í fiskiídnaðinum stava frá ov stórari framleiðsluorku og ov vánaligum kappingarevnum. Tøvur er á munandi nútímansgerð og umlegging, um fiskiídnaðurin aftur skal verða kappingarførur. Nevndin heldur ikki, at krøvini um útboð og landing av føroyskum fiski í Føroyum fara at loysa grundleggjandi kappingartrupulleikan hjá fiskiídnaðinum. Tó má roknast við, at eitt slíkt stig fer at hava við sær, at fiskimenn fara at tjena minni og somuleiðis ein verri samfelagsbúskaparligan útvikling í Føroyum. Tí heldur nevndini, at trupulleikarnir í eini slíkari vinnu ikki eiga at verða loystir við at seta í gildi fjaldar stuðulsskipanir, sum óbeinleiðis tyngja teir lønandi partarnar av føroyskum vinnulívi. Oljuvinna Ráðgevandi nevndin umrøður eina komandi oljuvinnu sum eitt møguliga framtíðar vakstrarøki. Hóast partar av tænastuvinnuni longu nú merkja til hesa vinnu, so er tað sera óvist, um tað innan fyri tey næstu árini fer at verða talan um lønandi framleiðslu av olju og gassi á føroyskum øki. Útlendskar íløgur Seinast í niðurstøðu síni sigur nevndin, at enn er áhugin lítil hjá útlendingum at gera íløgur í Føroyum. Ein týðandi orsøk til hetta er tann, at álitið til tann búskaparliga útviklingin í løtuni ikki er nokk til, at útlendingar tora at gera íløgur í Føroyum í stóran mun. Fyri at fáa fleiri útlendskar íløgur er neyðugt at konsolidera búskapin. Haraftrat skulu reglurnar fyri útlendskar íløgur á økjum sum í fiskivinnuni og innan alivinnuna liberaliserast. Loksins er neyðugt framhaldandi at betra "det generelle erhvervsklima í Føroyum sum nevndin tekur til umfamt at halda fram við at kunna útlandið um Føroyar og vinnumøguleikarnar her. Og ynskja føroyingar at heysta ágóðan, sum liggur í at fáa útlenskan kapital, teknologi og ekspertisu, má ein eisini góðtaka útlendska ávirkan í vinnulívinum og góðtaka ta risiko, sum altíð er knýtt at tí at lata upp fyri útlendskum íløgum sigur Ráðgevandi Nevndin. Í nevndini eru Arne Larsen, formaður og síðani Sven Egmose, skrivstovustjóri, Jeppe Hjernø, fulltrúi og Bjarne Skafte, skrivstovustjóri. Nú er lagið nógv betri á fólkinum ­ Tað var ein Harrans lætti at hoyra at nú er ætlanin er at fara í holt at útbyggja Landssjúkrahúsið. Tað er eitt heilt annað lag á fólki nú, enn tað var frammanundan, sigur Jón á Steig, leiðandi yvirlækni. Men hann ávarar um ikki at leypa framav. ­ Tað vóru stórtíðindi hjá okkum at frætta, at ætlanin at byggja glashúsið omaná Landssjúkrahúsið nú er slept, men at byggjast skal út norðureftir ístaðin eftir teirri upprunaligu ætlanini frá 1991. Jón á Steig, leiðandi yvirlækni á medisinsku deild er sera væl nøgdur við avgerðina í landsstýrinum um at byggja Landssjúkrahúsið út norður eftir eftir teirri upprunaligu ætlanini. Hann sigur, at hin ætlanin, at byggja eitt glashús omaná takið á Landssjúkrahúsinum gav onga sum helst meining. ­ Tað hevði verið at tveitt góðar pengar eftir ringum pengum, tí tað hevði ongar framtíðarmøguleikar í sær. ­ Tað hevði verið at bygt seg fastan, og tað hevði ikki arbeiðandi á sjúkrahúsinum, so leingi byggi arbeiðið var, tí arbeiðast skuldi uppi á takinum. Jón á Steig sigur, at starvsfólkið bað tí um, at tær 29 miljónirnar, játtaðar vórðu til glashúsið, ístaðin blivu brúktar til at byrja útbyggingina við eftir 1991 ætlanini. Og tað hevur landsstýrið so eftirlíkað nú. Jón á Steig sigur, at tíðindi um, at farið verður undir útbyggingina komandi ár hevur lyft arbeiðshugin hjá starvsfólkini fleiri stig uppeftir. ­ Tað hevur gjørt okkum bjartskygdari, tí nú hava vit nakað at síggja fram vil, og lagið er nógv betri á fólki nú, Tað tók eitt øgiligt trýst av fólkinum, tí nú er okkurt at síggja fram til, sigur yvirlæknin. Leypið ikki framav Men samstundis sum yvirlæknin fegnast um útbyggingina, kann hann ikki lata vera við at lyfta fremstafingur og ávara politikarar. Hann heitir á teir um ikki at leypa framav. ­ Vit stúrsaðu við, tá ið vit hoyrdu, hvussu dýr útbyggingin er. ­ Tað, vit hava hoyrt, er at ætlanin er at byggja út fyri næstan 100 miljónir. ­ Men tað er so ikki eftir ynski frá okkum á Landssjúkrahúsinum. ­ Tað, vit hava biðið um, er, at tær 29 miljónirnar, sum skuldi brúkast til tað óbrúkiliga glashúsið, heldur verða brúktar at útbyggja norðureftir fyri. Jón á Steig heitir á politikarar um at ikki at leypa framav og at leggja so nógv fyri, at útbyggingin dettur niðurfyri einaferð afturat. ­ Tað hevði verið ein vanlukka um politikarar løgdu eitt so stórt og dýrt projekt fyri dagin, at tað sló bakk og datt niðurfyri aftur. ­ Tá er tað nógv betri, at bygt verður eftir eini smærri ætlan, sum letur seg gjøgnumføra, heldur enn at spenna bogan so hart, at hann brotnar beinanvegin. Jón á Steig sigur, at tað, sum er umráðandi, er komið verður ígongd. ­ At útbyggja norðureftir eftir 1991, er framtíð í. ­ Har byggja vit okkum ikki fastan, tí har eru møguleikar at halda fram seinni. Hann hugsar sær t.d. at einar tvær hæddir verða innrættaðar í fyrsta umfarið. Hann hevur roknað við, at tað fer at ganga eini trý ár at fáa hetta byggistigið frá hondini. ­ Tað er so trongt, at hvør lítil bati er stór hjálp, sigur hann. Og at byrja við at byggja fyri 29 miljónir eftir upprunaligu ætlanini, er ein góð byrjan. Jón á Steig sigur, at enn er ikki gjørt av, hvat skal verða í nýggja bygninginum. Á uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár, hevur Landsstýrið skotið upp at seta seks miljónir av til at útbyggja Landssjúkrahúsið fyri. Longri frammi hevur Landsstýrið roknað við at seta 15 miljónir av at útbyggja fyri í 1999 og tríggjar miljónir í 2000. Afturat tí eru fýra miljónir settar av til umbyggingar. Tær skulu í høvuðsheitum brúkast til at umbyggja forhøllina til kirurgiskt ambolatorium, til leiðbeining og vekslara og til vaktarhøli til kommunulæknar. Ein umsitingarbygingurin skal byggjast um til kliniskt virksemi og umstøðurnar hjá kvinnulæknanum og føðideildini skulu gerast betri. Óli teknar Nú skulu vit hyggja frameftir og ikki hanga okkum í fortíðina, siga stig- takararnir til almenna fundin í Útvarpshøllini um framtíðar støðu Føroya Hol á spurningin um sjálvstýri Á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum í Trongisvági um vikuskifti varð hol sett á spurningin um, hvussu vit í framtíðini skulu skipa okkara ríkisrættarligu viðurksifti. Spurningurin um viðurskiftini við Danmark hevur merkt politiska kjakið alla hesa øldina. Tvinnir hava pólarnir verið. Sambandsflokkurin vil ikki gera broytingar í heimastýrislógini, meðan Tjóðveldisflokkurin ikki vil tosa um aðra og skilabetri loysn enn loysing. Tað er av størsta týdningi, at føroyingar politiskt megna at gera semju um ríkisrættarligu viðurskiftini, um ikki næsta hálva øldin skal vera ein oyðimarkargongd, har eingin vísir seg at hava nóg sterkan rygg at fáa í lag eina politiska loysn á hesum øki. Loysing í sjálvum sær er einki endamál. Hinvegin kann tað bara verða skilagott, at vit fáa skipað viðurskifti har tað eru vit føroyingar, ið stinga út í kortið kósina. Tí má gongda leiðin liggja ímillum báðar mótpolarnar, og er ein breið politisk semja tí neyðug. Okkara áheitan á allar politiskar flokkar er, at teir við opnum sinni taka upp hendan spurningin. Tað ber ikki til, at flokkar læsa seg fastar í eini støðu, sum er tikin út frá 50 ára gomlum fortreytum. Danmark er í dag eitt annað samfelag, enn tað var í 1948. Og Danmark er eisini partur av einum størri samfelag ES, sum vit hava valt ikki at vera partur av. Um vit vilja tað, ella ikki, so eru broytingar neyðugar. Vit skylda eisini uppvaksandi ættarliðnum, at viðurskiftini verða so greitt skipað, at tað til eina og hvørja tíð er Føroya fólk, ið skal gera av, um vit framhaldandi skulu verða í ríkisfelagsskapinum Javnaðarflokkurin hevur nú eisini boðað frá, at hann aftur fer at leggja fyri tingið uppskot um setan av stjórnmálanevnd, sum skal viðgera allan hendan spurningin. Fyrr í ár feldi tingið eitt slíkt uppskot, men undir viðgerðini á tingi vísti tað seg, at meiriluti var fyri at seta slíka nevnd. Men løgmaður kroysti Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin at fella uppskotið annars skrivaði hann út val. Fyri at varðveita samgonguna, seldu Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin hugsjón sína. Leggið til viks allar fordómar og gamlar ræðumyndir. Gerið eina politiska semju, sum við virðing fyri føroysku og donsku tjóðini, greitt vísir, at vit føroyingar fáa okkara egna samleika. Tað er gagnligt politiskt arbeiði ... Tiltøk KFUK, Tórshavn Várgleði smágentudeildin møtir í dag kl. 17. KFUM, Tórshavn Teen-klub, frá 13-16 ár, møtir í kvøld kl. 19. Varðmenn hittast mikukvøldið kl. 20. Opið hús er hvørt fríggjakvøld frá kl. 21-1 í KFUM. Samkoman Immanuel Møti mikukvøldið kl. 20.30. Samfelagsstevna í Tórshavn, 12.-16. nov. Í Ebenezer: Mikukvøldið kl. 20: Bønarmøti. Hósdagin kl. 10: Uppbyggingarmøti. Hósdagin kl. 16: Uppbyggingarmøti. Hóskvøldið kl. 20: Evangeliskt møti. Fríggjadagin kl. 10: Uppbyggingarmøti. Fríggjadagin kl. 15: Uppbyggingarmøti. Í Ítróttarhøllini á Hálsi: Fríggjakvøldið kl. 20: Evangeliskt møti. Fríggjakvøldið kl. 22: Opið hús Leygardagin kl. 16: Uppbyggingarmøti. Leygarkvøldið kl. 20: Evangeliskt møti. Leygarkvøldið kl. 22: Opið hús Sunnudagin kl. 12.15: Barnamøti. Sunnudagin kl. 16: Uppbyggingarmøti. Sunnukvøldið kl. 19: Evangeliskt møti. Ein og hvør er hjartaliga vælkomin til hesi møti. Frelsunarherurin, Tórshavn Í dag kl. 17: Club 7 up. Mikudag kl. 16: Bøn. Mikukvøldið kl. 20: Bíbliutími v/ Hans Hansen. Kirkju- og missións- húsið á Argjum Í kvøld kl. 20 verður møti við íslendska trúboðaranum Helga Hróbjartsyni. Argjakórið syngur. Innsavnan verður til kristniboðan. Missiónshúsið v/ Landavegin Møti verður mikukvøldið 12. nov. kl. 20 við íslendska trúboðaranum Helga Hróbjartsyni. Teir fýra syngja og høvi verður at geva eina gávu til kristniboðan. Meinigheitshúsið á Skála Í kvøld kl. 19.30 kemur streingjakórið saman til venjing í sambandi við missiónsvikuna, sum verður frá 25.-30. nov. Missiónshúsið á Tvøroyri Eingin bíbliutími verður mikukvøldið, men ístaðin verður bønarmøti fyri missiónsvikuni kl. 19.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl. 14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl. 14.30-16.30. AA-fundur verður í Havn í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 inngongd vestanfyri. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 inngongd vestanfyri. Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad. týsd. hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 Fax 13824. Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Kaffistovan er opin frá kl. 14-19 hvønn dag uttan leygardag. Mánadag kl. 17- 19 er Dagur og Vika o.a. Týsdag kl. 17.30 er døgurði. Føroysk bløð liggja frammi. Døgurðamatur, fløgur, bond, bøkur og ullvørur eru m.a. at fáa á kaffistovuni. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29 DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag og mikudagin: Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, seinni útnyrðingi, skýggjað og regn ella ælingur av og á. Hitin millum 5 og 9 stig. Veðrið hósdagin: Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og sum frálíður yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina niður í eini 2 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Hann veksur vindin upp í hvassan vind av landsynningi og eystri og fyrst yvirhøvur turt og sólglottar, men út á fríggjadagin sum frálíður regn sunnaneftir. Seinni hvassur vindur av suðri og útsynningi. Hitin kemur upp í eini 8 stig. Í gjár: Eitt víðfevnandi lágtrýst yvir Skotlandi fer komandi dagarnar spakuliga norðureftir. Í dag: Eitt nýtt lágtrýst í útsynning úr New Foundlandi fer í landnyrðing til Suður-Grønland og brúgvaløgini haðani verða væntandi við Føroyar móti vikuskiftinum. Mikudagur 12. november 1997 Eyðun Klakkstein Rockbólkar tulka barnasangir á nýggjari ÚF-fløgu Útvarp Føroya gevur um stutta tíð út enn eina fløgu við barnasangum í nýggjum hami Í løtuni verður seinasta hond løgd á upptøkurnar til eina nýggja ÚF-fløgu. Fløgan verður ein uppfylgjari av útgávuni við barnasangum, sum ÚF gav út í fjør. Fløgan var eitt stórt hit, og fleiri av sangunum hava verið nógv spældir í ÚF. Millum teir mest kendu eru Syngja sama lag við Mark No Limits og Dukkan Fía við Regin Guttesen. Á nýggju fløguni, sum verður klár til jólasøluna, fara kendir føroyskir popp- og rockbólkar enn einaferð at tulka kendar føroyskar barnasangir. Mark No Limits hevur gjørt sína útgávu av Torvatrøllinum hjá Joka, Visible Fish spælir Í barnagarði ynski eg, og metalbólkurin Diatribes hevur sítt heilt serstaka ískoytið til fløguna. Sum við fyrru fløguni er tað Johannes á Rógvu Joensen, sum leggur til rættis, og hann er nú í Danmark, har hann ger upptøkurnar við útisetunum lidnar. Moirae spældi í tómari høll Fá fólk lýddu á, tá Moirae spældi í finska høvuðsstaðnum Helsinki í vikuskiftinum Bert heilt fá fólk vóru til staðar, tá føroyski rockbólkurin Moirae fór á pallin í Helsinki leygarkvøldið. Moirae spældi í sambandi við at ungdómsráðstevna hevði verið á staðnum, men konsetrin var illa lýst, og bæði Moirae og aðrir bólkar, sum spældu, máttu spæla fyri eini so at siga tómari høll. Men tað vóru fleiri finsk fjølmiðlafólk til staðar, og limirnir í Moirae góvu alt teir høvdu, hóast umstøðurnar vóru, sum tær nú vóru, og teir fáu áhoyrararnir, sum vóru til staðar, vóru hugtiknir av orkufullu framførsluni hjá Moirae. Moirae høvdu fingið at vita úr Finlandi, at teir kundu rokna við einum 2000 fólkum, men soleiðis varð ikki. Moirae spældi mánakvøldið í einum mentanarhúsið í Helsinki, og í vikuskiftinum fara teir til Keypmannahavnar at spæla. Vínsmakking verður í Føroyahúsinum leygarkvøldið, og seinni um kvøldið verður dansur við Moirae. Nýggjar sangir Moirae hevur vant eina nýggja skrá í sambandi við ferðina til Finlands og Danmarkar. Fleiri nýggir sangir, sum limirnir í bólkinum hava smíðað, eru løgd til rættis og vand væl og virðiliga ígjøgnum, og eru nú partur av repertoirinum hjá Moirae. Eisini nakrir góðir, gamlir sangir á útgávuni hjá Føstufressum eru tiknir við í nýggju skránna. Tá Moirae kemur heimaftur til Føroya í næstu viku, verður greitt at fara undir konsertir í Føroyum. Bólkurin hevur ikki spælt nógv til konsertir farnur tíðina, men tað hongur saman við, at teir hava vant nógv og hava lagt nýggj løg til rættis. Ætlanin er, at Moirae skal spæla á Kambsdali leygarkvøldið 6. desember, tá eisini innleiðandi umfar í Songrødd kappingini verður har. Og Moirae fer eisini á pallin til onnur tiltøk í vetur. Ólavur borar í framtíðini Ólavur í Beiti Losi tann Fyrsti Forlagið Grønhólmur 1997 110 bls. Kostn.: 118 kr. Ólavur í Beiti er ein av teimum heilt fáu føroyingunum, ið stendur sum rithøvundur í telefonbókini. Júst nær hann hevur lagt hetta okið á seg sjálvan, veit eg ikki, men eftir útgávuvirkseminum at døma, livir hann væl og virðiliga upp til tittulin. Seinasta bók hansara, Losi tann Fyrsti er hansara níggjunda bókaverk og tað fimta síðani 1994. Felags fyri nógvar av undanfarnu bókunum hjá Ólavi er, at tær taka støði í persónligum fyri ikki at siga privatum viðurskiftum. Sosialir og sálarligir trupulleikar verða endavendir og viðgjørdir úr ymsum sjónar-hornum. Stílurin er reystmæltur, bersøgin og sera opinskáraður. Nærkast tí, sum á donskum verður nevnt bekendelses-litteratur. Men nú er líkt til fyri ein part, ið hvussu er at hann leggur á annan bógv. Losi tann Fyrsti er ein lítil framtíðarskaldsøga, ið fyrimyndar sær Føroyar sum oljusamfelag. Ikki science fiction í vanligari merking, men meiri ein satirisk keipumynd av politiska veruleikanum á klettunum. Í byrjanini hitta vit teir báðar advokatarnar Svein Svínstoft og Havur Havursgarð navnasymbolikkur á einum silvurfati, ið koma koyrandi um Gøtueiði ávegis úr Klaksvík. Á Skálafjørðinum liggja veitingarbátar, klárir at fara út á boripallar, og hetta setir ymiskt í gongd í heysinum á teimum báðum Sveini og Havuri. Teir báðir eru annars kendir advokatar frá kemikaliu- og svartkjafta-ævintýrunum í 80-árunum, har teir hjálptu til at yvirfíggja og væl at merkja stungu rívan av peningi í egnar lummar. Stórar sjónir berast nú fyri á hesum biltúri, og tað endar við, at teir gera av at stovna nýggjan flokk: Oljuflokkin Stimburið undir hesari avgerð er ikki minst av seksuellum slagi. Í endanum á kapitlinum situr Svein burturi í dreymi: Hann er á sólfyltu Riviera-strondum og hevur tjúkku hondina í klovinum á franskari moyggj, og í dreyminum tekur hann hondina upp til nasarnar og luktar og sigur spakuliga, júst so Havur hoyrir: Olja Brotið umboðar væl tann spottandi og samstundis maskulina stílin í søguni. Ein stílur, ið sum heild hepnast væl allan vegin. Høvundurin blúgvast á ongan hátt við at taka ramliga til. Hetta gevur frásøgnini eina kensluliga mansliga megi og skapar fjarstøðu til persónarnar. Høvuðspersónin Losa hitta vit í næsta kapitlinum. Vit eru stødd í Kvívík. Bygdin og landslagið har er longu lýst í einum inngangi, sum er ein forn-frøðilig grein eftir Sverra Dahl. Har fæst m.a. at vita, at í 1751 var Kvívík hin fjølmentasta bygdin á Streymoynni aftan á Tórshavn. Losi var føddur sama dag sum ternan kemur, dagin eftir at seyðurin var farin av bønum. Hesar tíðarfestingar eru eitt eyðkenni fyri frásøgnina. Hann er annars útróðrarmaður og sum skilst ikki eitt av Guds bestu børnum. Eitt kradd og eitt tjóvsvætti og gessigur sum ein nýútsleptur veðragjólingur. Sjey børn eigur hann við Sølvønu við teimum stóru bróstunum, sum hann tó ikki býr undir taki við. Nei, hann livir saman við mammuni, sum vist flysir honum hvørt epli. Frá henni hevur hann eisini tað dýrasta hann eigur, nevniliga eitt perluhálsband, ið stolið er úr eini víkingatoft í bygdini. Umframt annað hevur hetta hálsbandið eina serstaka megi á konufólki. Ná, men fyri at gera stutt av, so endar tað við, at Losi verður nevndar-limur í nýstovnaða Oljuflokkinum teimum vatnaði júst ein fimta mann og seinni gerst hann løgmaður, tá Oljuflokkurin við 13 monnum skipar samgongu við Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin. Oljuævintýrið er nú av álvara byrjað, og Losi sjálvur stendur á odda fyri fleiri stórum fyritøkum. Hvussu leikur at enda fer, skal lesarin eiga til góðar. Bert skal nevnast, at politiska karrieran hjá Losa má fatast sum ein beinleiðis mynd av teimum viðurskiftunum, sum helst altíð hava valdað í føroyskum politikki. Hesin undarligi blandingurin av tí persónliga og tí almenna, tað stutta stigið úr útróðrarbátinum inn um tinggáttina, lokalpatriotisman, nepo-tisman, ja, sjálvt fetichisman, ið spælir ein avgerandi leiklut í hesi søguni. Mær kemur Losa fyri næstan sum Jeppa í barónseingini, og skal nakar moralur lesast úr søguni, má hann væl vera: Skomager bliv ved din læst Ella á vánaligum føroyskum: Fiskimaður, statt og fíla Eg vil halda, at Ólavur við hesi skemtiligu framtíðarlýsing hevur prógvað, at hann dugir at skriva um annað enn seg sjálvan. Handalagið hevur hann til at fáa setningarnar at sita, so málið ljóðar nátúrligt, serliga í beinleiðis talu. Í lýsingum av pesónum vinglar stílurin tó eitt sindur. Eg hugsi t.d. um lýsingina av Losa ovast á s. 20. Har kundi høvundurin væl havt verið og rótað á seðlasavninum á Føroyamálsdeildini eftir sjáldsomum lýsingarorðum. Hinvegin kann hann stundum minna um Oyggjatíðindi, tá hann umrøður eitt nú sakførararnar men kanska er tað tilætlað.... Nú er ikki at siga, at Losi tann fyrsti er nøkur stórhending í føroyska bókmentaheiminum. Hon er hvat hon er, ein satira yvir føroyskan politikk, við einum ávísum aktualitetsvirði, ið ger hana verda at lesa. Og so fær hon lesaran at flenna, men verri enn so alla tíðina. Bókin inniheldur tveir aðrar tekstir, sum einki hava við Losa at gera, og sum mugu fatast sum ífylla. Í tí fyrra Sjón eru vit inni á tí meiri persónliga, nevniliga høvundsins yrki sum blaðmaður. Hesin tekstur skuldi avgjørt ikki verið tikin við, tí hann beinleiðis lumpar lesaran. Blaðmaðurin hittir eina kvinnu í Íslandi, sum ber merki eftir buking. Seinast hittast tey aftur í Keypmannahavn, og nú skal Birgit, sum hon eitur, siga sína søgu, men har verður eingin søga. Seinasta reglubrot ljóðar: Mær fattast orð at lýsa samveruna okkara millum har á skrivstovuni, men orð eru neyvan neyðug nú, tí sjónin er sterkari. Eg meini tað. Eru orðini ikki júst tað, ein rithøvundur skal liva av Ella havi eg púrasta misskilt tekstin Seinasti teksturin Ein føroyingur í Keypmannahavn, er eitt framhald av Hvar ert tú, Emilia úr stuttsøgusavninum Frøkun Snarljós 1994. Í hesum báðum tekstum, sum eru meiri modernistiskt merktir, er lítil og eingin episk gongd at hóma. Sjónarhornið er eitt sjúkt skizofrent sinni, ið stútt loypir aftur og fram millum tíðarbil, støð og persónar. Tú fært eina fatan av, at skrivitilgongdin er eitt mál í sjálvum sær. Møguliga kunnu vit kalla stílin eksperimenterandi, tó at hann ikki er heilt ókendur aðrastaðni. Veit, at høvundurin ætlar at arbeiða víðari við hesum tekstum í sambandi við eina komandi skaldsøgu. So best er at bíða eftir henni, áðrenn vit fella dóm yvir hesar omanfyri nevndu tekstir. Vónandi verður ikki alt ov leingi at bíða. Ummælið stóð í Føringinum 6. novembur 1997 Heimurin fyri tær opin Modelskúli í Reykjavík, sum undirvísir fólki í aldrinum frá sjey árum og uppeftir í at føra seg fram á altjóða palli, ætlar at koma til Føroya at hyggja at føroyskum ungdómum, sum eru áhugaðir í at koma út í heimin Tað krevur sjálvsálit at koma út úr heimliga dunnuhylinum, men lønin er so eisini tann, at tú kanst gerast kendur víða um í heiminum, og fáa dreymar uppfyltar, sum tú áður hevur hildið vera ómøguligar. Men tað krevur hart arbeiði við tær sjálvum. Einki við bara at lalla víðari uttan mál ella mið. Tú skalt vita, hvat tú vilt, um tú ætlar at náa stjørnunum. Kolbrún Aðalsteinsdóttir, leiðari á modelfelagnum Skóla John Casablancas í Reykjavík, sigur, at tað velst umframt kropsliga venjing, eisini um sálarliga venjing. Tað er ógvuliga umráðandi, at hesi fólkini, sum ætla sær nakað innan mótaheimin, síggja væl út. Tað gerst við at røkja seg sjálvan bæði uttan, men so sanniliga ikki minst innan. Tí tað, sum skaðar innan, sæst fyrr ella seinni eisini uttan á kroppinum, sigur Kolla. Vit vita, at royking fer illa við kroppinum innan. Og tað sæst eisini á húðini, eins og rúsevni av øðrum slagi fyrr ella seinni altíð vísa seg. Ein av høvuðsboðskapunum hjá skúlanum er, at leggja fólki eina við at fara væl um seg sjálvan. Fólk kunnu taka bil og pengar tínar frá tær, tey kunnu fara við húsunum og øllum øðrum verðsligum ognum. Men tey kunnu ikki taka kroppin frá tær. Tann einasti, sum oyðileggur kropp tín, er tú sjálvur. Ansað eftir honum og nýt hann til okkurt positivt, sigur Kolbrún Aðalsteinsdóttir, sum vónar at síggja nógvar føroyskar ungdómar á modelskúlanum í komandi tíðum. Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Altjóða mótaheimurin bíðar eftir føroyskum modellum Íslendingar eru farnir at gera seg rættiliga galdandi sum fotomodel úti í stóra heimi. Bæði gentur og dreingir ferðast millum kendi mótafólkini í London og Milano, og nú vilja tey eisini hava føroyingar við Hesar verða kanska skjótt at síggja á altjóða mótapallum Í oysregni lendi fullsetta flogfarið hjá Atlantsflog á vøllinum í Reykjavík. Út streymaðu íslendsk filmsfólk, sum høvdu verið í Føroyum, háskúlanæmingar, vanlig ferðafólk og ein einsamallur blaðmaður, sum skuldi til modelkapping og mótasýning í Reykjavík. Addi stóð á flogvøllinum og tók í móti, og við nógvari ferð varð farið beinleiðis til cocktailparty, áðrenn sjálv kappingin skuldi verða í Íslendsku Óperuni. Væl klædd fólk Havandi í huga, at íslendingar duga at føra seg millum fólk, serliga, tá hugsað verður um klædnabúna, hevði ikki verið av vegnum at sloppið á gistingarhúsið at skift, áðrenn farið varð til gildið. Men tað helt Addi ikki vera neyðugt. Svartar Levi's buksur, bláa skjúrtu og sprøklut slips gingu væl ann. Og tó kendi ein seg at líkjast eitt sindur burturúr, hóast guli vindjakkin varð hongdur burtur. Ein troyst var tó, at myndamaðurin, sum komin var úr New York, var í bláum cowboybuksum, ternutari skjúrtu og Nike baseballkasketti. Komnir inn í veitsluhølið varð heilsað upp á fólk. Har gekk ein kvinna við fullum føvningi av fotoalbummum. Hatta er Kolla, segði Addi. Hana hevur tú tosað við í símanum. Kolla Kollbrún Kolla Aðalsteinsdóttir hon varð, eins og íslendingar flestir, nevnd við stytting tóktist kend í hesum selskapinum. Og ikki var sørt, at hon var kend aðrastaðni heldur. Komin vestur í Vágar, var ferðaseðilin ikki at finna. Einhvør misskiljing, varð sagt hjá Atlantsflogi. Men ein uppringing til Reykjavíkar kláraði tað. Avtalað var millum Kollu og stjóran í Icelandair, at føroyski blaðmaðurin bara skuldi setast í flogfarið. Restina kláraði Icelandair. Tað er ikki á hvørjum degi, at ferðast verður loftvegis millum lond uttan ferðaseðil. Tað ræður um at kenna og duga at trýsta á røttu knøttarnar. Og tað dugdi Kolla, var líkt til. Hon var ikki stór á vøkstri, men ásýnilig kortini. Ferðast smidlig sum ein ketta millum øll hesi ungu, sum troðkaðust saman í lítla hølinum, áðrenn sjálv kappingin og mótasýningin skuldi verða í Íslendsku Operuni. Onkur segði mær, at eg í kvøld var saman við øllum teimum vakrastu fólkunum í Íslandi yvirhøvur. Tað var møguliga nakað nógv avgjørt, men kanska ikki heilt av leið kortini. Ongum nýttist at smæða seg burtur. Ætlar til Føroya Grundin til at Sosialurin er við á modelkapping í Reykjavík, er tann, at Skóli John Casablancas, sum modelskúli Kollu eitur, ætlar at koma til Føroya seinni í hesum mánaðinum at hyggja at evnum, sum kunnu kappast úti í heimi. Kolla ætlar sjálv onnur at koma higar tann 21. november og sleppa at undirvísa ungdómum í at føra seg fram og ganga model. Hendan undirvísingin fer væntandi at vara eina viku í fyrsta umfari. Hetta er ikki fyrstu ferð, hon er uttanlands í slíkum ørindum. Tvær ferðir í ár hevur hon verið í Grønlandi. Og tað hevur givið úrslit. Grønlendskar gentur hava luttikið í kappingum í Reykjavík, og í heyst varð ein teirra nummar trý í slíkari kapping. Hon fer seinni út í heim at ganga model. Kolla sigur, at slík luttøka eisini kemur landinum, viðkomandi kemur úr, tilgóðar. Tildømis eru nógv fólk, bløð og sjónvarpsstøðir, sum kenna Ísland, orsakað av modelluttøku í stórum mótashowum, har nógv fólk luttekur. Sjálv hevur Kolla verið í bæði amerikanskum og enskum sjónvarpi, umframt at fleiri bløð, bæði dagbløð og litað vikubløð og magasin, hava tosað við hana. Og tað ber til at koma víða. Í 1995 varð ein íslendsk genta, 17 ára gamla Ásdis Maria Franklín av Akureyri, nummar tvey í kapping í Seoul í Suðurkorea. Og tað var nakað, sum knappliga gjørdi Akureyri kendan í tí heiminum. Amerikanskir blaðmenn vóru og vitjaði, og skoðsmálið, genturnar har uppi fingu, var slíkt sum ultimate beauty og so framvegis. Annað enn modelskúli Skúlin, Kolla rekur, er ikki bara til tess at fáa fólk at ganga model úti í heimi. Har verður eisini undirvíst fólki at bera seg at í vanligari vinnu og í gerandisdegnum. Dentur verður lagdur á framferð og kropsburð. Tað er ólíka lættari, sigur Kolla, at søkja eitt arbeiði, um tú møtir upp við sjálvsáliti, reystur og fattur, enn um tú kemur krúpandi við einum: Orsakað, at eg eri til. Tú skal læra at halda teg sjálvan nosligan. Fólk vilja heldur hava ein snøggan persón at taka sær av kundunum, enn ein, sum er lurvutur, ókliptur og fesjutur. Far væl við tær sjálvum, so skalt tú nokk klára teg í lívinum, er eitt av ráðunum, Kolbrún Aðalsteinsdóttir gevur ungdóminum, sum hevur so nógv í móti sær í dag. Óli Johannesen aftur til TB Fótbóltur: Landsliðsspælarin fer næsta ár at spæla við TB, eftir tvey ár í B36 FÓTBÓLTUR: Óli Johannesen, sum farnu tvey árini hevur spælt í havnafelagnum B36, fer at spæla við barndómsfelagnum TB næsta kappingarár. Hetta hevur landsliðsspælarin gjørt av, eftir at nógv hevur verið spekulerað um fótbóltsframtíð hansara síðani tað gjørdist greitt, at TB flutti upp í 1. deild. B36 hevur farnu tvey árini notið gott av sterka spælaranum, sum kann brúkast allastaðni á vøllinum, og Óli átti eisini sín leiklut í fyrsta meistaraheitinum hjá B36 í 35 ár. 25-ára gamli Óli Johannesen, sum gongur á Læraraskúla í Havn, telist millum stuðulsspælararnar á føroyska A-landsliðnum, og er sannur fongur hjá TB at fáa. Jákup Mikkelsen stóð branddyst í Odense Fótbóltur: Donsk bløð halda Jákup Mikkelsen verða besta spælaran á Herfølge-liðnum í dystinum móti OB ODENSE: Tað byrjaði ikki so væl. Tá íð níggju minuttir vóru farnir var OB á odda 2-0. Morten Bisgaard legði OB á odda aftaná innlegg úr vinstru síðu. Jákup Mikkelsen hevði hondina á bóltinum, men inn fór hann. Og tríggjar minuttir seinni smekkaði Michael Hansen ein heilfluktara í kassan, eisini hesaferð eftir innlegg úr vinstru síðu. Eftir hetta hevði OB fleiri upplagdar møguleikar at leggja seg enn meira framm um, men í Jákupi hevði Herfølge ein sera góðan aftasta skansa. Nýinnkeypti OB-leikarin Erik Bo Andersen hevði tveir sera stórar møguleikar, tá hann var einsamallur við Jákupi, men báðu ferðinar var Jákup við yvirlutan. Støðan við hálvleik var 2-0 til OB. Beint eftir hálvleik minkaði Danny Jung um munin fyri Herfølge og í 58. minutti javnaði Lars Hermansen við einum dundurskoti úr 30 metra fjarstøðu. Eitt sera vakurt mál. Tíggju minuttir seinni legði Erik Bo Andersen OB á odda 3-2, tá hann lirkaði ein rennibólt framvið Jákupi sum var á veg út ímóti. Nú væntaðu áskoðararnir at tað fór at halda tætt hjá OB, og at teir skuldu fáa annan sigurin á rað, men so var ikki. Í seinasta minutti sendi Jákup Mikkelsen eitt málspark heilt fram í málteigin hjá OB. Bólturin varð spældur aftur til Ole Puggaard og hann gjørdi ikki mætari enn at smekka til. Bólturin rakti ein OB'ara á vegnum og so var 3-3. OB setti seg alt fyri eitt á fyrra hálvleiki, men var sum hamskift, eftir at Herfølge fekk sítt fyrsta mál í seinna hálvleiki. Herfølge bardi seg hereftir inn í dystin, og tað má hóast alt sigast at verða uppiborið, at teir fingu eitt stig við sær heim úr Odense. Herfølge hevur nú 15 stig á 9. plássi; eitt meiri enn Aarhus Fremad og Ikast. OB liggur á 12 plássi við einans 8 stigum fyri 16 dystir. Sveinur Poulsen Tær spæla flogbólt á hægsta stigi í Danmark Flogbóltur: Alvilda Ólavsdóttir og Hjørdist Mortensen spæla flogbólt á hægsta stigi í Danmark Tá tosað verður um føroyingar í ítrótti uttanlands, so er tosi fyri tað mesta fallið á kendu fótbóltsleikarar okkara í Danmark. Við teirra avrikum í huga, so er onki løgið í tí. Men sum greitt hevur verið frá í Sosialinum í seinastuni, so er tað ikki bara í fótbólti, at vit gera okkum galdandi uttanlands. Ein føroyingur er frammalaga í motorcross í Danmark, meðan ein annar hevur yrkissáttmála við eitt sterkt hondbóltsfelag í Spaniu. Eisini í flogbólti hava vit leikarar uttanlands. Í donsku meistaradeildini fyri kvinnur eru tríggjar. Hjørdis Mortensen og Alvilda Ólavsdóttir við TV55 úr Keypmannahavn og Maria Skaalum við HIK Ålborg. Sosialurin hevur fingið orð á Alvildu og Hjørdis. Tær hava báðar gjørt nógv við flogbóltin áðrenn tær fluttu til Danmarkar í lestrarørindum. Báðar hava tær verið fastir leikarar bæði á unglingalandsliðnum og A-landsliðnum seinastu árini, og tær hava tikið lut á Oyggjaleikunum og smálandakappingini. Danska kappingin munandi harðari Í donsku flogbóltskappingarskipanini stendur at lesa, at tær báðar hava spælt 23 A-landsdystir fyri Føroyar, og harvið hava tær flestu atjóða royndirnar á liðnum hjá TV55. Ongin av liðfeløgunum hevur leikt landsdyst fyri Føroyar. Spurdar, um tað er ørvísið, at leika í donsku kappingini sigur Alvilda, at kappingin í Danmark er munandi harðari enn tann føroyska. - Spælararnir eru størri og meira javnt góðir og spælið gongur nógv skjótari. Tvey-trý lið skilja seg burturúr í oddinum, meðan hini liðini stórt sæð øll kunnu vinna á hvørjum øðrum. Serliga síðani nýggja stigskipanin varð tikin í brúk við kappingarbyrjan í ár, sigur Alvilda. Tað merkir, at spælir liðið ikki stabilan flogbólt, so er møguleikin at tapa nógv størri. Hon greiðir eisini frá, at venjingin í Danmark er harðari enn í Føroyum. Tær venja fýra ferðir um vikuna við bólti, einar 8-10, og einaferð styrkivenjing. Venjingarumstøðurnar í Danmark eru eisini munandi betur. Hjørdis heldur tó frá, at størsti munurin á venjingini í Føroyum og í Danmark, er tali av venjingartímun. - Venjararnir í Føroyum eru stórt sæð eins góðir og í Danmark. Krøvini til donsku venjararnar eru størri, tí teir fáa løn fyri stríði Spæla so leingi tær eru niðri Tær eru báðar á einum máli um, at samanhaldið á liðnum hjá TV55 er sera gott, nærum eins gott og í Føroyum. Ambitiónirnar fyri hetta kappingarárið eru at fáa eitt 5-6 pláss, og tað gevur betri pláss fyri góðum samanhaldi. Hjørdis sigur síðani frá, at hon tað fyrsta hálvárið leikti í Gentofte. Gentofte er eitt av stórstu flogbóltsfeløgum í Danmark og ambitiónirnar har eru sera høgar. Hjørdis heldur, at hetta gekk út yvir samanhaldi. Tá ambitiónirnar fara upp, so fer tað sociala tann øvugta vegin. Spurdar um framtíðina siga báðar tvær, at tær ætla at halda fram at leika so leingi tær eru í lestrarørindum í Danmark. Hvørgin teirra hevur tó ambitiónir um at skifta til størri felag. Tær hava tað sera gott í TV55 og eru glaðar fyri at verða har. Limagjaldið kundi tó gott verið lægri, siga tær. Tær gjalda 1800 krónur um árið !!!!. Landsliðsambitiónirnar eru eisini til staðar, so leingi brúk er fyri teimum, siga tær. Royalistur Føroyar sum kongadømi Tá Norðmenn í 1905 loystu frá Svøríki tóku teir sær ein danskan prins til kong. Hetta var helst tí, at danskir kongar i øldir eisini høvdu verið Norskir kongar. Tá Norðmenn í 1905 loystu frá Svøríki tóku teir sær ein danskan prins til kong. Hetta var helst tí, at danskir kongar i øldir eisini høvdu verið Norskir kongar. Á fundinum í útvarpshøllini mánadagin segði Óli Breckmann, at fólkaflokkurin vildi ikki hava eina sosialistiska republikk. Eg og óivað fleiri við mær stúra fyri eini republikk í heila tikið, kanska enntá Edmund Joensen verður forseti. Fólkaítakið hjá Zacharis Wang góðtekur einki annað samband við Danmark uttan Margretu drotning. Út frá hesum haldi eg at tað er so líka til at vit stovnseta kongaríkið Føroyar. At finna kongin er lætt, tað skal vera Joachim. At fáa Alexandru til drotning, hevði skapt okkum enn meira umtalu, enn fótbóltslandsliðið, og kanska kundu Danir sum eitt slag av heimanfylgju bæði strikað skuldina og kanska eisini í eitt áramál givið okkum studning. Vit eru tá farin úr ríkisfelagsskapinum, gaman í, men ættarbondini til danska ríkið vera so sterk, at tað viðar upp ímóti tí, sum vit annars kunnu fáa burtur úr ríkisfelagsskapinum. Tað er ikki so lítið sum hevur verið av tílíkum upp ígjøgnum tíðirnar. Seyðaóskil á Tvøroyri Tað er blivið hvønndagskostur inni í Trongisvági, at so skjótt tú ert vaknaður, mást tú fara út at jagstra seyð úr tínum hava. Aðrar morgnar vaknar tú av telefon. Tá er tað onkur av nábúgvunum, sum ringir, og tá er tað aftur sum seyð. Og nú havi eg fingið nokk. Man stendur við gumpinum hægst frá apríl til september og grevur. Plantur, trø, runnar og annað. Tað tekur fleiri ár at fáa eitt træ at veksa. Og ein gleðist yvir at síggja, at tað veksir. Vit fáa ikki so gott girt okkum inni ímóti vindi, tí vit búgva soleiðis fyri, men noyðast at gira okkum inni ímóti seyði, sum loypir. Og tað er ikki so lætt, tí seyðir sum loypir, heldur ikki uppat, fyrr enn høvdið verður tikið av honum. Eg havi í fleiri ár gjørt eigarin av hesum seyði varugan við, at hann leypir. Svarið, eg fái, er: >>Tú skalt bara stika teg inni<<. So er spurningurin: Hvussu høgt? 4-5 metrar? Um tú tosar við eigaran um seyðin, so tekur hann tað sum eitt fornermilsi. Og so er tað líkamikið, um tú ert hampulig ella ikki. Eg hevði ikki viljað átt seyð, sum eg visti leyp inn í urtagarðar hjá fólki og ruineraðið teir uppá eina nátt. Duga tit virkiliga ikki at síggja, hvussu nógv arbeiði, ið verður lagt í ein urtagarð, og hvat tað kostar? Duga tit ikki at forstanda, at ein gleðist yvir nakað, sum plívir pent? Ella síggja tit bara seyð og seyðalort? Tað kann ikki vera rætt, at ein lóg, sum kom í gildi 18 grøntkál, skal vera galdandi tann dag í dag, sum sigur at seyður hevur rætt til grundstykkið hjá borgarunum, sum teir hava goldið fyri. Tað er stuttligt at koyra ígjøgnum bygdir Norðanfjørðs og síggja, hvussu alt veksur har uttan stakit, hegn og píkatrá. Á Tvøroyri sært tú bara seyð og vassar í seyðalorti. Er tað virkuliga so ógjørligt hjá tykkum í Tvøroyrar býráð at gera tað sama, sum tey hava gjørt norðanfyri? Koyrir tú á ein seyð, so skalt tú gjlada. Koyrir tú á eitt fólk, so hendir onki. Hvar tú so enn klagar tína neyð, so fert tú bara tað at vita, at seyðurin hevur allan rættin. Nú vil eg gjarna spyrja býráðsformannin Páll Vang: >>Hava vit borgarir í Tv. kommunu, sum ongan seyð hava ongan rætt? Og er ongin lóg fyri teir seyðaeigarir sum hava seyð, sum loypir?<< Vælsignaðir takið tykkum saman og gerið okkurt við hendan trupulleika. Vinarliga Sonja Jensen Eitt hjartasuff Ein føroyingur er og vil altíð verða ein føroyingur við einum stórum F. Eitt land við stórum økonomiskum trupulleikum. Hvønn vil tað altí ðganga út yvir? Jú, fólkið. Hvør tonkir uppá tey, sum noyddust at flyta av landinum fyri at fáa breyð í munnin og klæðir uppá børnini. Húsini hjá teimum eru seld fyri ongar pengar á tvangsauktión, ístaðin fyri at bankin gjørdi eina avtalu, men nei, tú er og verður ein stór skuldareyv. Tú má og skal gjalda tína skuld, tí tín bankaráðgevi og tú søgdu ja til krónur og oyru sum TÚ ikki var før fyri at gjalda aftur, við teimum hørðu treytum, sum tú fekk. Føroya Banki sum tit eita í dag, hava tit reint mjøl í posanum? Tonkja tit nakrantíð uppá okkum, sum fóru av landinum, sum tit kundu havt hjálpt. Tit hjálptu nøkrum og gjørdu ein stóran mismun. Tað er ein ógvuliga vánaligur politikkur tit føra. Ja vit skylda nógvar pengar, tað er og verður ongantíð BARA okkara skyld, hava tit onga samvitsku? Eg keypti míni hús fyri 1.325.000,00 kr., fekk lán uppá 3 arbeiði og tveir leigarar. Tað vil siga tað sama sum at eg skal hava 3 arbeiði og tveir leigarar í 25 ár. Hvør tonkti ov lítið, eg, tit ella vit bæði og hvør hongur uppá húsini! Hvat við at vera menniskjansligur ímóti øllum og ikki ímóti nøkrum. Eigur tað ikki at verða líka fyri øll. Spurningur mín til Føroya Banka er? Hví síggja tit ímillum fingranar hjá summum og vit onnur skulu hava tykkum í reyvini ár út og ár inn? Beinta Petersen Patronvej 37 2730 Herlev Áki Bertholdsen Kommunurnar skulu lána frá sær sjálvum ­ verður onki gjørt kemur øll kommunala skipanin í vanda. Øll mugu hjálpa teimum ringast staddu kommununum, so at allar kommunur koma so langt niður í skuld, at tær klára seg við minni enn 20% í kommunuskatti. Javnaðarflokkurin hevur nú lagt eina ætlan fyri, hvussu hetta letur seg gera - Endamálið er at gera kommunurnar minni heftar av peningastovnunum, og í hvussu so er púra óheftar av útlendskum lánistovnum, segði Sofus Johannesen, sum hevur verið við til at orða Javnaðarfloksins politikk í kommunumálum ­ Tá ið avtalan um kommunuskuldina fer úr gildi um tvey ár, verða tær ringast staddu kommunurnar akkurát líka illa fyri, sum tær eru nú. Hinvegin verða tær kommunur, sum eru hampiliga væl fyri, uppaftur betri fyri tá. Tað vil siga, at "stættarmunurin^3 ímillum føroysku kommunurnar bara fer at veksa. Ein bólkur undir Føroya Javnaðarflokki hevur í eitt ár arbeitt við kommunuskipanini, og á eyka landsfundinum í Trongisvági, samtykti flokkurin eitt ítøkiligt uppskot til, hvussu kommunurnar skulu skipast framyvir. Í Sosialinum í gjár varð greitt eitt sindur frá, hvussu Javnaðarflokkurin hugsaði sær at skipa kommunurnar. Men eyðvitað fekk ovurstóra kommunuskuldin drúgva umrøðu, og nettupp kommunuskuldin heldur Javnaðarflokkurin er eitt grundleggjandi mál at loysa, fyri yvirhøvur at kunna tosa um kommunalt samstarv á øðrum økjum. Tí varð eisini eitt ítøkiligt uppskot lagt fram fyri, hvussu trupulleikin við kommunuskuldini kundi loysast, so at tær ringast staddu kommunurnar komu burturúr skuldarfelluni. ­ Verður hinvegin onki gjørt, koma tær aldrin burturúr skuldini, tí einsamallar megna tær tað ikki. Munurin bara veksur Sofus Johannesen, bygdarráðsformaður við Gjógv, sum legði uppskotið um kommunuskuldinia fram fyri landsfundinum, greiddi fyrst frá, hvussu stórur munur er á fíggjarviðurskiftunum í teimum ymsu kommununum. ­ Í miðal skyldar hvør føroyingar 40.000 krónur í kommunuskuld. ­ Men kommunurnar eru so ójavnt fyri, at í summum kommunum er skuldin so stór, at hvør borgari í kommununi skyldar meiri enn 90.000 krónur. Sofus Johannesen sigur, at nú avtalan um kommunuskuldina, klára summar kommunur at betala nógva skuld aftur. ­ Hinvegin betala aðrar eitt sindur av skuld. Men tað eru eisini tær, sum at kalla onga skuld klára at betala. ­ Tvs, at tá ið avtalan um kommuskuldina fer úr gildi í 2.000, og kommunurnar skulu betala skuld aftur eftir upprunaligu lániavtaluni, verður uppaftur størri munur á kommununum, enn tað er nú, um skuldin ikki verður útjavnað. ­ Tí tær kommunur, sum eru hampiliga væl fyri, og sum klára at betala skuld niður, verða betri fyri. Men tær, sum onki klára at betala, verða framvegis akkurát líka illa fyri, sum tær eru nú. Neyðugt at øll hjálpa Sofus Johannesen sigur, at verður onki gjørt fyri at útjavnað skuldina hjá kommununum, kemur øll kommunala skipanin í vanda. ­ Men skal kommunuskuldin útjavnast, er tað neyðugt at øll hjálpa til, so at allar kommunur koma niður á eitt støði í skuldi, tær orka at betal við einum kommunuskattaprosentið uppá minni enn 20%. Skulu lána frá sær sjálvum Kommunubólkurin hjá Javnaðarflokkirnum hevur eisini sett upp eina ætlan í tveimum punktum fyri, hvussu endamálið verður rokkið at fáa skuldina hjá øllum kommununum niður á eitt rímiligt støði. 1) Landskassin og kommunali veðhaldsgrunnurin taka beinanvegin í felag toppin av skuldini hjá teimum kommunum, sum eru ringast fyri, so at í 2000 eru allar kommunur komnar niður á eitt rímiligt støði í skuld. 2) Kommunali veðhaldsgrunnurin verður til kommunalan lánigrunn og mentur, so hann í framtíðini verðuyr førir fyri at fíggja allan láni- og fíggjartørv hjá kommununum. Og verður greitt eitt sindur nágreiniligari frá, verður endamálið rokkið soleiðis: A) Kommunurnar skulu framhaldandi gjalda 1% av kommunuskattinum í kommunala veðhaldsgrunnin so leingi, kommunuavtalan er í gildi, ella til tær hava goldið 250-300 miljónir í grunnin. B) Landskassin betalir eins stóra upphædd í grunnin, sum kommunurnar gera, so at grunnurin tilsamans kemur upp á 500-600 miljónir. D) Grunnurin veitir kommunum við størstu skuldini lán, partvís rentufrí og partvís lán við lágari rentu. E) Rentan verður ásett eftir viljanum hjá kommununum at betala lánini yri at gera tað hugaligari at betala skuld aftur skjótt. F) Tá ið skuldarbyrðan hjá kommununum er komin niður á eitt rímiligt støði, verður hann umskipaður til ein kommunalan lánigrunn, sum kann lána føroyskum kommunum pengar í kapping við fíggingarstovnarnar annars. Sofus Johannesen sigur, tekur grunnurin kappingina upp við peningastovnarnar, fer tað at gera, at rentan á lánum til kommunurnar verður trýst niðureftir. Sleppa undan peningastovnum, Hesin kommunali lánigrunnurin verður mentur so við og við til hann at enda kann nøkta allan lánitørvin hjá kommununum. Sofus Johannesen sigur, at ætlanin er at kommunurnar framyvir sostatt koma at lána frá sær sjálvum, og í minni mun frá peningastovnunum í Føroyum, og als ikki frá útlendskum peningastovnum. Hann segði, at verður farið soleiðis fram, fer at bera til at fáa kommununalu lánibyrðina niður á eitt støði, so kommunurnar fáa arbeitt. ­ Hetta halda vit er ein fortreyt fyri at vit yvirhøvur kunnu tosa um eina kommunala skipan, sigur Sofus Johannesen. Heilt ótrúligt Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard legði afturat, at hann var hugtikin av tí samhaldsfesti, kommunurnar høvdu víst hvørjum øðrum við at allar vóru við til at hjálpa teimum ringast staddu kommununum. Hinvegin helt hann tað vera heilt ótrúligt, at Landsstýrið hevur víst hesum samstarvinum so lítlan ans. Hann segði, at vandamálið við teirri stóru kommunuskuldini er, at í teimum ringast staddu kommununum, fer borgarin ikki at fáa tær kommunalu tænastuveitingarnar hann eigur at fáa, tvs, at tað verður borgarin sjálvur, sum kemur at svíða fyri tað. ­ Tað verða eisini borgararnar fleiri ættarlið fram, sum kom at svíða fyri tað, tí kommunurnar sleppa ikki burturúr skuldini. ­Hetta fer helst at seta ferð á eina fólkaflyting í landinum, har í fólk rýma úr teimum ringast staddu kommununum við høgum skatti og vánaligum tænastum, í kommunur við lægri skatti og betri tænastu. Hann nevndi t.d. at Tvøroyrar kommuna hevur eina rentubyrðu uppá einar 16 miljónir av eini fíggjarætlan uppá góðar 30 miljónir. ­ Tað sigur seg sjálvt, at ein kommuna ið dragist við eina rentubyrðu uppá yvir 50% av fíggjarorkuni, klárar ikki at geva borgarunum eina rímiliga tænastu. ­ Tí er tað heilt neyðugt, at hava eina greiða, politiska støðu til hetta vandamál, segði hann. Hann legði afturat, at skal kommunubygnaðurin broytast, er tað ein beinleiðis fortreyt fyri at fíggjarviðurskiftini skil fæst á fíggjarviðurskiftini. Vit selja okkum fyri 1.500 krónur um dagin Ein fundarluttakari sum tók orðið á politisku fundinum í útvarpshøllini mánakvøldið, var Snorri Fjalsbak. Hann segði at vit sjálvandi eiga at loysa frá Danmark, og hann boðaði samstundis frá, at hann restinga av lívinum fór at stríðast fyri hesi søk. Men hann helt lítið um føroyingar annars. Hann segði, at hann skammaðist av at vera føroyingur. - Vit selja okkum fyri 900 milliónir um árið. Snorri Fjalsbak, sum er studentaskúlalærari roknaði skjótt út, at tað er tað sama sum 2.500 krónur um dagin. - Og hvat kalla vit ein persón, sum selur seg sjálvan fyri 2.500 krónur um dagin, spurdi hann - tó uttan at svara... Teir royna bara at tekkjast okkum - Tí veljarakanningarnar geva okkum so stóra framgongd, segði Finnbogi Ísakson úr Tjóðveldisflokkinum Johannes Eliassen helt, at Javnaðarflokkurin førir fram reindyrkað svindul - sum ikki átti at sloppið á Internetið...? Eftir næsta løgtingsval verður mannagongdin øðrvísi, tá landsstýri skal skipast. Vanligt hevur verið, at størsti flokkur hevur fingið samráðingarinitiativið, men eftir nýggju skipanini skal verða eitt sonevnt formansumfar, har formenninir í ymsu flokkunum møta hjá tingformanninum fyri at peika út ein persón, sum tingformaðurin biður um at skipa landsstýri. Orðstýrarin Jóannes Hansen spurdi á fundinum í Útvarpshøllini, um sjálvstýrismálið fór at hava týdning, tá flokkarnir fara peika út tann persónin, teir best halda megnar at skipa samgongu. Jóannes Eidesgaard segði, at hetta málið ikki var so avgerandi hjá Javnaðarflokkinum, tí eitt nú sosialu viðurskiftini setir flokkurin fremri, enn sjálvstýrið. Hann segði, at Javnaðarflokkurin fór at búrka eina samankóking av valgrundarlag floksins til at meta hetta út frá. Helena Dam á Neystabø segði, at Sjálvstýrisflokkurin ikki aftur fer at skriva undir eitt samgonguskjal, sum verður tulkað so fundamentalistiskt, sum samgonguskjalið hjá sitandi samgongu verður tulkað, men hon væntaði, at eitt nú bankakanningin fer at avdúka, at broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum verða neyðugar, og tí hevur tað málið týdning. Lasse Klein væntaði, at allir teir stóru flokkarnir fara at peika á sínar egnu, og at teir smáu flokkarnir tí fóru at fáa størri týdning, enn teir høvdu uppiborið. - Men vit fara ikki at lata okkum misbrúka, segði hann. Finnbogi Ísakson segði, at teir í Tjóðveldisflokkinum eru teir einastu, sum veruliga vilja hava frælsi. - Hinir royna bara at tekkjast okkum, tí veljarakanningarnar geva okkum framgongd, segði hann. Væl fyriskipaður fundur Politiski fundurin í útvarpshøllini mánakvøldið var góður og sera væl fyriskipaður. Heiðurin av hesum hevði fyrst og fremst orðstýrarin, sum dugdi sera væl at leiða fundin. Jóannes Hansen dugdi sera væl at leiða fundin Hegnisliga setti Jóannes Hansen politikarunum við pallborðið viðkomandi spurningar, og hann lat teir ikki sleppa at vrøvla ov mikið, sum politikarar annars hava lyndi til. Eisini tað at hann noktaði tingmonnum, sum møttir vóru í salinum at fáa orðið, forðaði fyri, at orðaskifti fullkomiliga fór av sporinum. Orðstýrarin gjørdi greitt, tá tann fyrsti tingmaðurin úr salinum bað um orðið, at løgtings- og landsstýrismenn ikki fingu orðið, tí flokkarnir høvdu síni umboð í panelinum. Ein skilagóð avgerð. At so nógv fólk møtti til fundin bendir kanska á, at vit fram móti komandi løgtingsvali fáa fleiri lívligar politiskar fundir. Okkurt ímillum loysing og samband Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin standa einsamallir við sínum sjónarmiðum um ávikavist loysing frá Danmark og samband. Hvør loysnin verður, er ringt at siga - men kanska onkustaðni miðskeiðis millum hesi sjónarmið Jóannes Eidesgaard og Óli Breckmann Tað skal ikki á hesum stað verða tikin støða til, um føroyingar hava serligan hug fyri fundum, sum Tjóðveldisflokkurin skipar fyri, ella um fólk aftur hava fingið áhuga fyri politiskum fundum. Í øllum førum var útvarpshøllin stúgvandi full av fólki, tá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipaði fyri fundi um framtíðarstøðu Føroya mánakvøldið. Borið saman við áhugan fyri seinasta løgtingsvalið, so vóru ikki feliri enn 70 fólk á >>stóra<< fundinum, sum var í læraraskúlahøllini. Men evnið >>framtíðarstøða Føroya<< tykist hava áhuga millum føroyingar í hesum døgum. Við pallborðið sótu Óli Breckmann fyri Fólkaflokkin, Jóannes Eidesgaard fyri Javnaðarflokkin, Helena Dam á Neystabø fyri Sjálvstýrisflokkin, Bjørn á Heygum fyri Sambandsflokkin, Lasse Klein fyri Kristiliga Fólkaflokkin, Jenis av Rana fyri Miðflokkin og Finnbogi Ísakson fyri Tjóðveldisflokkin. Ingeborg Vinther fyri Verkamannafylkingina hevði fingið forfall og var ikki við. Politisku umboðini fingu fyrst fimm minuttir hvør at leggja fram síni sjónarmið, og rukku tey sum vera man frá loysingini hjá Tjóðveldisflokkinum til trúgva sambandið hjá Sambandsflokkinum. Nógv kjak var sum vera man um nýggjasta útspælið frá Javnaðarflokkinum um at loysa heimastýrislógina av við eini sjálvstýrislóg, og merkti hetta stóran part av kjakinum. Javnaðarmenn eru reindyrkaðir ignorantar... Tá politikaraumfarið var liðugt, fekk fundarfólkið høvi at koma við viðmerkingum og seta fram spurningar. Og nú fekk fundurin rættan dám av at vera ein politiskur fundur, sum í gomlum døgum, har harðmæltir fundarluttakarar tóku orðið. Fyrstur var Johanes Eliassen, sum vildi vita, hvat javnaðarflokkurin meinti, tá hann tosaði um eina sjálvstýrislóg og hvør týdningur varð lagdur í orðið >>sjálvstýri<<. Hann hevði við sær týsdags-Sosialin, og læs burtur úr úttalilsinum hjá Jóannes Eidesgaard um sjálvstýrislógina. Johannes Eliasen vísti á, at tað er púra burtur við at tosa um eina sjálvstýrislóg í ríkisfelagsskapinum. - Hetta er eitt grovt álop á danska statsforfatningin, og skal tað fremjast í verki, so merkir tað, at danska ríkið skal gerast ein sambandsstatur eins og USA ella Týskland. - Tað, sum Javnaðarflokkurin førir fram, er ikki annað enn reindyrkað svindul, segði hann harðmæltur og kallaði javnaðarmenn fyri reindyrkaðar ignorantar, og helt fyri, at slíkt ikki átti at sloppið á Internetið. (Internet-Sosialurin bar tíðindini um sjálvstýrislógina fríggjakvøldið) Jóannes Eidesgaard vísti kortini á, at løgtingið í praksis hevur lógarheimild, hóast jurain sigur okkurt annað. Hetta helt hann samstundis vera eitt gott dømi um, hvussu neyðugt tað er at fáa aðra skipan enn heimastýrislógina. Víðari segði Jóannes Eidesgaard, at treytin fyri politiskum frælsi er búskaparligt frælsi. - Tí kemur vælferðin fram um sjálvstýrið, og føroyingar eiga rætt til alt tað frælsi, sum vit vilja hava. Hann vísti eisini á, at Javnaðarflokkurin við vilja ikki hevur læst seg fastan í ávísar formuleringar fyri at fáa aðrar flokkar við eisini. Fólka- og Javnaðarflokkurin kunnu samstarva Orðstýrarin á fundinum, Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, spurdi tá Óla Breckmann, um hann dugdi at síggja nakra felagsmongd í hesum máli - nakað Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin kundu samstarva um. Óli Breckmann vísti á, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu útynt nógv á sjálvstýrisleið - og framt nógvar yvirtøkur saman. Men hann hevði eisini lært nógv av hesum yvirtøkum. - Eg havi lært, at hesar >>donsku yvirtøkurnar<< eru alt ov dýrar, og kundi eg heldur hugsað mær, at yvirtøkurnar vórðu framdar eftir føroyskum leisti. Hann vísti eisini á, at danski ríkisstuðulin beinleiðis er skaðiligur fyri okkara búskap. - Tað er nú prógvað, at ein lítil búskapur sum okkara fullkomiliga fer í smildur, tá ein stórur ríkisstuðul verður latin inn í ein lítlan búskap sum okkara - so nógvar pengar uttan nakra framleiðslu. Óli Breckmann ivaðist ikki í, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin kundu samstarva um hendan spurning. Helt teir vildu hava pengar Finnbogi Ísakson segði, at Tjóðveldisflokkurin síðan 1962 hevur roynt at samstarvað við aðrar flokkar fyri at vinna nakað á sjálvstýrisleið. Hann helt eisini, at Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin uttan iva kundu samstarva um stig á sjálvstýrisleið. Men hann skilti ikki rættuliga, hví allir hinir flokkarnir so fegnir vilja vera saman við Danmark. - Fyrr helt eg tað vera tí, at teir fingu pengar frá Danmark - at teir vóru so glaðir fyri olmussuna. Men hetta er ikki longur støðan, segði Finnbogi Ísakson. Hann vísti á, at ríkisstuðulin bara millumlendir í Føroyum, tí hann verður allur sum hann er goldin aftur í rentum - og seinni eisini í avdrøgum. Vilja kanna alt fyrst Jenis av Rana vísti á, at tað er neyðugt, at øll viðurskifti verða kannað til botns, áðrenn nakað verður gjørt. - Tað var eisini orsøkin til, at vit í Miðflokkinum tóku undir við Javnaðarflokkinum um setan av stjórnmálanevnd, sum kundi kanna hesi viðurskifti - tað er tað minsta fólkið kann krevja av okkum politikarum, at vit vilja kanna hesi viðurskifti, segði Jenis av Rana. Tá var tað, at ein av fundarluttakarunum spurdi Jenis av Rana, hvussu framtíðin hevði háttað seg, um Móses hevði gjørt drúgvar kanningar, áðrenn hann fór við ísraelsfólki úr Egyptalandi og legði um Reyða Havið... Eftir føroyskum leisti Lasse Klein úr Kristiliga Fólkaflokkinum helt, at nú var neyðugt við semju millum broytingarhugaðu flokkarnar, sum hann málbar seg, og sipaði hann helst til flokkarnar, sum í tjóðskaparmálinum liggja ímillum Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin. Helena Dam á Neystabø segði, at ávísar broytingar mugu gerast í heimastýrislógini, og vísti hon m. a. á, at ES boykottar okkara fiskavørur. - Hetta má henda við samtykt dana, og tað kann ikki bera til helt hon og legði dent á týdningin av at styrkja búskapin, áðrenn nakað tos kann verða um loysing. Hon var eisini samd við Óla Breckmann, at yvirtøkur skulu gerast eftir føroyskum leisti. Almannaverkið ov dýrt Sverri Djurhuus, sum er kendur tjóðveldismaður vildi hava at vita frá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum, um teir kundu taka undir við uppskotinum, um ein meiriluti á tingi var fyri at seta á stovn føroyskt tjóðveldi. Til hetta svaraði Jóannes Eidesgaard greitt, at at tað kundi hann ikki. Óli Breckmann legði dent á, at Fólkaflokkurin ikki var fyri at seta á stovn føroyskt tjóðveldi, um tað merkti, at Føroyar skuldi gerast ein fólkarepublik - ella ein sosialistisk fólkarepublik við forseta og øðrum slíkum. Hann segði eisini, at føroyska samfelagið kann ikki liva við einum almannaverki, sum kostar 900 milliónir krónur. Heimastýrislógin er so víð... Bjørn á Heygum gjørdi púra greitt, at vit hava ikki ráð at taka sjálvstýri. Hann segði, at um føroyingar skulu gjalda raksturin av samfelagnum sjálvir, so má skattaprosentið upp á 80 og meirvirðisgjaldið upp á 60%. Hann segði seg heldur ikki skilja, at menn vóru so ídnir at tosa um sjálvstýri, tá vit ikki ein gong hava fylt út >>víðu karmarnar<< heimastýrislógini. Nú vendi orðstýrarin sær til Bjørn á Heygum. Hann vísti á, at Bjørn á Heygum varð valdur á ting fyri at rudda upp, og at hann fekk flestar atkvøður. Hann spurdi: - Hvat nú um tað er onkur mekanisma í heimastýrislógini sum er orsøkin til, at vit ikki fáa rikið samfelagið nóg væl? Tá svaraði Bjørn á Heygum, at Sambandsflokkurin altíð er fúsur at hyggja upp á heimastýrislógina, um okkurt tílíkt er galið, men hann legði dent á, at nógvir møguleikar framvegis eru í heimastýrislógini, og at tað tí ikki eru neyðugt at broyta hana. Eftir orðaskifti millum pallborðsluttakar og fundarluttakarar í ein tíma, fingu politikararnir við pallborðið tríggjar minuttir at runda av síni sjónarmið. Jóannes Eidesgaard segði, at tað undraði hann nógv, tá lógaruppskotið hjá Javnaðarflokkinum um setan av stjórnmálanevnd var fyri, at Fólkaflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin ikki tordu at standa við sína støðu. Hann helt tað eisini vera sera løgið, at Tjóðveldisflokkurin ikki kundi taka undir við einum so konstruktivum uppskoti. - Tað er eitt týðuligt prógv fyri, at Tjóðveldisflokkurin ikki vil viðgera málið. Tað er útmerkað við fundum sum hesum, men eg haldi, at tjóðveldismenn eisini áttu at torað at viðgjørt málið har tað eigur at verða viðgjørt - í Løgtinginum, segði hann. - Tað konkreta manglar í hesum máli, og enn havi eg einki hoyrt, sum kann sannføra meg um nakra skilagóða broyting í heimastýrislógini, segði sambandsumboðið Bjørn á Heygum, sum ikki skilti, hví menn ikki fyrst vildu fylla út karmarnar í heimastýrislógini, áðrenn tosað varð um nakað annað. - Vit mugu hugsa reelt. Sjálvstýri merkir, at vita hava 922 milliónir krónur færr í inntøku - og hvat kann tað annð føra við sær, enn skatta og avgjaldshækking, spurdi hann. Helena Dam á Neystabø hevði fingið prógv fyri, at hvørki Tjóðveldisflokkurin ella Sambandsflokkurin vildu gera nakað, og hon helt sum Jóannes Eidesgaard, at hesir báðir flokkar eru garantar fyri at einki hendir. Hon skjeyt upp, at vit innan ár 2002 hava eina fólkaatkvøðu um framtíðarstøðuna. Jenis av Rana harmaðist um, at Sambandsflokkurin ikki dugir at síggja tað ríkidømi, sum skaparin hevur givið okkum. Hann vísti eisini á, at alt hetta prátið um sjálvstýri er komið í, tí vit eru komin inn í eitt valár. Hann garanteraði fyri, at Miðflokkurin fór at gera alt fyri, at Føroyar eisini í framtíðini verða uttan fyri ES, og at Miðflokkurin tekur livikorini fram um sjálvstýri. Finnbogi Ísakson fór ikki sørur av fundinum mánakvøldið. Hann legði dent á tað, sum teir størru flokkarnir halda, og hann hevði merkt sær, at Javnaðarflokkurin ikki vildi hava frælsi, at Fólkaflokkurin ikki vildi hava forseta. - Men vilja teir so hava keisara ella kong ístaðin, spurdi Finnbogi Ísakson. Hann staðfesti eisini, at føroyingar eru einasta fólk í øllum heiminum - fyri ikki at siga í universinum - sum vilja vera undir aðrari makt, og saknaði hann framvegis motiveringina fyri at varðveita sambandið við Danmark. Lasse Klein staðfesti, at ósemjan um hetta mál er størri, enn hann væntaði, og endurtók hann, at neyðugt er við samstarvi millum broytingarsinnaðu flokkarnar. Hann segði eisini, at hann tók støðu ut frá kristnu menniskjafatanini, men væntaði týðandi prinsippiellar broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum næstu fimm árini. Óli Breckmann setti spurnigin við, hvat tað kostar at loysa. Hann segði, at stevnuskrá Fólkafloksins sigur, at flokkurin gongur inn fyri fullu sjálvstýri á øllum økjum, men hann endurtók, at flokkurin gongur ikki inn fyri eini sosialistiskari fólkarepublik. Nakra niðurstøðu kom fundurin ikki til, men veljarin kann neyvan vænta sær loysing, og valla heldur, at støðan verður óbroytt - men kanska okkurt, sum liggur millum loysing... Jonhard Hammer/Eirikur Lindenskov Poul Nyrup Rasmussen hittir føroyingar í Helsinki Danski forsætisráðharrin hevur stevnt føroysku politikarunum og embætisfólkunum til samkomu á Radison/SAS hotellinum í Helsinki í kvøld (mánakvøld) klokkan 19:00 Sosialurin, Helsinki: Í hesum døgum verður árligi norðurlandaráðsfundurin hildin í finska høvuðsstaðnum, Helsinki. Har hittast politikarar úr øllum Norðanlondum. Har eru forsætisráðharrar, stjórnarlimir, landsstýrismenn, tingmenn úr øllum norðurlendsku tingunum og umboð fyri politisku ungmannafeløgini. Mánakvøldið klokkan 19:00 hevur danski forsætisráðharrin boðið føroysku politikarunum og embætisfólkunum at vitja seg á Radison/SAS hotellinum í Helsinki. Hvat forsætisráðharrin vildi føroysku umboðunum vildi hann ikki siga nakað um, tá Sosialurin spurdi hann seinnapartin, men onkur av føroysku landsstýrismonnunum helt, at talan helst mundi verða um eina sjarmuoffensiv, sum hann málbar seg Samkomuna frætta vit meira um seinni. Reglur og áleggingar bøta ikki um búskapin - Vit hoyra fólk tosa um rættin at hava virkir opin ymsa staðni í landinum, men um virkini ikki verða effektivt rikin, nyttar lítið, sigur formaðurin í Búskaparráðnum Búskaparráð Føroya og Ráðgevandi nevndin hjá forsætisráðharranum, virka sum hvør sín ráðgevi. Føroyska nevndin ráðgevur myndugleikunum her á landi, og hin í Danmark. Bjarni Olsen er nøgdur við donsku frágreiðingina. Hann heldur, at nevndin kemur við rímiligum sjónarmiðum, og at hon kemur rættiliga víða um í føroyskum viðurskiftum. - Hvat heldur tú um niðurstøðuna, har t.d. verður sagt, at meira fiskaarbeiði á landi, gevur lægri manningarhýrur og tarnar landsbúskapinum? - Sjónarmiðið er ikki, um meira fiskur kemur upp á land, men undir hvørjum umstøðum. Skipini sleppa ikki at landa uttanlands, men mugu taka tann prísin teir fáa í Føroyum. Hetta kann geva lægri manningarhýrur, sigur Bjarni Olsen. - Fær illa verið øðrvísi Hann heldur, at tað hevði verið gagnligari at tosa um, at tað ber illa til at fáa góðan búskap, við reglum og áleggingum. - Tað skapar góðan búskap í samfelagnum, um vit framleiða vøruna so bíliga sum til ber, og tað gevur ein sunnan búskap, um vit gera vinnuna so effektiva, sum gjørligt, sigur Bjarni Olsen. - Í frágreiðingini verður eisini víst til, at fiskivinnan skal endurreisast, men at eingin vil gera nýíløgur fyri at endurnýggja vinnuna. Um nú nýíløgur skulu koma má rentabilitetur fáast í vinnuna. Almennur stuðul skap-ar einki avlop, og tí verður vinnan frameftir órentabul. Eingin íløguhugur - Framtaksgrunnurin skuldi endurreisa vinnulívið, men tað hevur heldur ikki eydnast? - Framtaksgrunnurin er har, og vit kunnu taka hann við. Trupullekin har er tann sami, at eingin vil seta pening í, og heldur ikki í virkini hjá grunninum - Vit tosa um at hava virkir ymsa staðni í landinum, og at rentabiliteturin í flakavinnuni er ov vánaligur, men tað skapar ongan sunnan búskap, sigur Bjarni Olsen. Hann vísir til kreppuna, sum fyri bert fimm árum síðan var so stór, at hon ikki hevur sín líka í nýggjari tíð í Norðurevropa, men at vit kortini eru komin skjótari fyri okkum, enn nakar hevði væntað. Eitt haft um beinið - Tá tað verður álagt Framtaksgrunninum at hava so og so nógv virkir opin, so er tað eitt haft um beinið fyri virksemið, sum er illa fyri frammanundan. - Møguliga er flakavinnan trupul at fáast við, men tað er so eitt mál, sum vit mugu taka við í umhugsanini, sigur formaðurin í Búskaðarráðnum. - Er tað so skeivt at satsa uppá flakavirkisvinnuna her á landi? - Nei, avgjørt ikki. Tað er vert at arbeiða fyri at fáa flakavinnuna at virka, men vit mugu hava í huga, at áðrenn 1992 stóðu virkini í 900 mió. krónum. - Nú verður tosað øgeliga nógv um, at Framtaksgrunnurin hevur sett 60 mió.krónur í fiskivinnuna. Tað er einki, samanborið við tað, sum vit áður vóru von við. - Skulu vit heldur hugsa um alternativar vinnur? - Hvør skal finna tær? Tað verður ið hvussu so er ikki ein persónur, sum situr á eini skrivstovu. -Skal nakar gera íløgur í slíkar vinnur, skal grundarlag verða fyri at vinna pening, sigur Bjarni Olsen. Ov nógv berjast um tað sindrið sum er - Eru føroysk vinnulívsfólk bara ikki nóg dugnalig? - Tað ivist eg onga løtu í. Bert haldi eg, at vit skulu vera varin, tá talan er um bygdamenning o.a., tí tað loysir ongar trupulleikar. - Vit hava fult av góðum fólkum, eitt nú um vit taka skipini, so sleppa tey dugnaligu ikki at bera seg, tí fleiri skip - enn fiskur er til- skulu býta fiskin sínamillum - Jú fleiri flakavirkir berjast um tann fiskin sum er til, jú minni verður í part. Tað eggjar kanska til kapping, men veksur eisini um trupulleikan, at ov lítið av rávøru er til. T.v.s, at tað, sum eitt virki fær í sín part, missir eitt annað virki. Neyðugt at broyta hugburð - Hvílir trýstið frá áhugabólkunum so stórt á politikararnar, at einki er at gera? - Vit hava fyri neyðini at tosa um, hvat vit veruliga gera, um vinnulívið í Føroyum skal megna at stríða seg burtur úr trupulleikunum. Politikarar hava ta støðu, sum fólkið hevur, sigur Bjarni Olsen, og vísir til tað neyðuga í at ein hugburðarbroyting fer fram, so vit fara frá bert at hugsa um framleiðslustøð, til at hugsa um at gera vinnuna effektivari. - Hetta er ikki bert galdandi fyri Føroyar. Eitt nú er hugburðurin viðvíkjandi búskapinum nógv broyttur í Danmark, og við góðum úrsliti, tó at tað tekur tíð at broyta hugburð.- Í sjeytiárunum var tað ikki væl sætt, at menn tosaðu um at vinnan skuldi gerast effektivari, men tað er nú broytt. Nú hava danir eina heilt aðra meining um effektivitet í vinnulívinum, sigur Bjarni Olsen. Búskapurin fyrst - fólkið aftaná Hann heldur at um vit hava ringan búskap, fáa vit ikki hugsað um fólkið, sum er illa fyri. - Við at fáa búskapin á føtur aftur, fáa vit møguleikar at hjálpa fólkinum. - Tað kann geva strævnar tíðir, og neyðugt er samstundis at hjálpa, har á stendur, men fyrst og fremst mugu vit skapa ein sunnan búskap, fyri síðani miðvíst at stremba ímóti at bøta um onnur viðurskifti í samfelagnum, sigur Bjarni Olsen. Bygg tína egnu teldu Ein donskt postordrafyritøka á Internetinum selur teldur, tú sjálvur hevur bygt. Her byggir tú tína teldu. Á listanum til vinstru er teldan so sum hon er sett saman í løtuni, og niðast á myndini fylgir prísurin alla tíðina við. Klikkir tú til dømis á prosessorin, kemur listin fram yvir teir prossorar, ið eru á goymslu Einki er at ivast í, at tað er hópurin av fólki, ið veit ikki so lítið um teldur. Annars hevði eitt webstað sum www.mermaid.dk ikki verið møguligt. Aftan henda bústaðin goymir seg ein postordrafyritøka, har ikki bert ber til at bíleggja eina teldu, men eisini sjálvur at byggja hana upp, so at ein fær júst ta telduna, ein ynskir, og til ein prís, sum ein hevur ráð til. Hesir somu persónar, ið hava Mermaid Computer, eiga eisini telduhandilin Unipro, so har ber til at hitta seljararnar andlit til andlits. Men webstaðið við tí skjótu, um enn ópersónligu avgreiðsluni er snilt, og hevur givið eina ljósa framtíð. Made in... Made by You er herrópið, ið Mermaid Computer nýtir, og burtursæð frá tí, at ein ikki sjálvur skal inn í telduna at skrúva, so er herrópið rættiliga rámandi. Á teirra heimasíðum byggir ein sína teldu við at velja millum tey ymsu hardware'ini, ið fyritøkan selur. Fyrst velur ein húsan og eitt botnkort, og síðani kemur heimasíðan sjálv við einum uppskoti um, hvussu lidna teldan skal síggja út. Ynskir ein so at broyta okkurt, til dømis eitt framkomið 3D grafikkkort til nýggjastu telduspølini ella ein Pentium prosessor við MMX tøkni, klikkir ein bert á komponentin, og beinanvegin kemur upp ein listi yvir tað, ið fyritøkan kann levera. Harfrá ber so til at klikkja víðari og fáa meiri at vita um einstøku evnini. Tá ein so er nøgdur, velur ein tað, og hetta verður so ført inn á ordraseðilin. Samstundis verður samlaði prísurin alla tíðina uppdateraður, so at ein kann klikkja seg fram til ta teldu, ið samsvarar við krøvini og pengapungin. Ikki fyri tey kræsnu Síðan virkar væl og aðrar treytir eru eisini lovandi. Fyritøkan leverar ókeypis innan fyri 48 tímar og kemur á staðið eftir telduni, gongur hon fyri. Einasti trupulleikin er, at útboðið av komponentum er heldur avmarkað. Ikki fyri tey ókønu, en fyri tey, ið vita bert eitt sindur um teldur, og sum sjálvi kunnu finna útav at byggja sína egnu teldu. Og tað eru júst tey, sum fyritøkan ætlar at vinna sínar pengar uppá. Men har eru ikki bert ov fáir lutir. Teir týdningarmestu mangla eisini innan fleiri umráðir. So tey veruliga kræsnu byggja ikki sína teldu hjá Mermaid Computers. Men burtursæð frá teimum, eru tað helst nógv, ið av og á fara at hyggja inn á webstaðið. Og enn fleiri høvdu helst gjørt sær dælt av hesum, um fyritøkan skrivaði eitt sindur meiri um einstøku lutirnar. Sum er, er tað sera avmarkað, hvat ein áhugaður, men ikki so kønur brúkari fær burtur úr upplýsingunum um einstøku hardware lutirnar. Ein spennandi søgutími Forlagið Orfeus hevur útgivið eina CD-rom, sum í myndum og ikki minst ljóði sigur søgu býarins. Ein vøkur og lærurík skrá fyri skúlabørn Ein býur gjøgnum tíðirnar er ein multimediaskrá sum greiðir frá menningini í einum býi frá ungari miðøld fram til dagin í dag Ein býur upp gjøgnum tíðirnar er ein nógv annaðleiðis skrá fyri børn. Tað er hugnaligt og stuttligt og snýr seg um tað, vit øll kenna, nevniliga bý okkara. Hon gevur sær góða tíð. Ikki er neyðugt at vera skjótur við tastaturið, og restin av familjuni verður ikki órógvað av spreingingum, kommandorópum ella ljóðinum frá skríggjandi offrum. Tað hevur ikki nógv við spæl at gera, men kortini er tað ein av teimum fáu CD'unum, har tað á besta hátt er eydnast at sameina læru og undirhald. Nógvir smálutir Ein býur gjøgnum tíðirnar vísir ein danskan vanligan bý og hansara menning gjøgnum seks ymisk tíðarskeið frá 1250 og fram til dagin í dag. Tøkniliga er tað ein einfalt CD. Í roynd og veru verður menningin bert víst í seks stórum myndum. Myndirnar verða sýndar frá sama vinkli og ímynda á tann hátt týðiliga, hvussu menningin er farin fram. Myndirnar eru teknaðar av Stig Weimar og fara ótrúliga nógv niður í smálutir. Verður farið undir - og tað er kanska meiri galdandi fyri tey vaksnu, ið avgjørt ikki kunnu halda seg burtur frá skíggjanum, tá CD'in er sett í - at samanbera myndirnar, rýkur lættliga rúm tíð við at kanna, hvussu vegir, bygningar, akfør og klædnadraktir broytast frá tíðarskeiði til tíðarskeið. Ljóðið í søguni Ymsastaðni í myndunum eru gjørdar animatiónir. Alt, sum kann flyta seg, ger tað, tá klikt verður á tað. Her finnast gamlir bilar á gomlum vegum, ein dampari, ið leggur at, eitt stórt seglskip, ið skjýtur við sínum kanónum o.s.fr. Og fleiri staðir ber til at klikkja ein tekst fram, sum á góðum donskum sigur frá tí, ein sær. Eisini ber til at fáa tekstin lisnan upp. Meðan lisið verður, verða setningarnir framhevaðir so við og við. Serliga ljóðið gevur eina kenslu av lívinum gjøgnum tíðirnar. Her eru fuglaljóð og kirkjuklokkur, gangur frá motorum og verksmiðjum, gæs sum brúka seg og úlvar sum ýla. Umframt tær seks føstu tíðarmyndirnar finnast fimm evnir, har til dømis sæst, hvussu húsini ella kirkjan vórðu nýtt gjøgnum tíðirnar. Eitt annað evnið vísir býin um náttina. Sjálvandi er eisini eitt lítið spæl, sum er ein skúlabonkur, har svarast skal rætt upp á spurningarnar frá læraranum. Hetta er tó ikki serliga avbjóðandi, og nýttist ikki at verið við á CD'ini. Fakta CD'in gevur eina góða mynd av søguni. Men ferðin ger helst, at ikki øll børn eru eins fegin. Skráin er bæði til PC og Macintosh og setur ikki stóru skipanarkrøvini. CD'in skal ikki innstallerast á harðdiskinum, men startar beinleiðis frá CD-rom drevinum. Ábyrgdarleyst at tosa um loysing nú FUNDURIN, sum Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipaði fyri í Útvarpshøllini mánakvøldið og somuleiðis eykalandsfundurjavnaðarfloksins í Trongisvági í vikuskiftinum, kunnu sigast at verða startskotini til valstríðið.Evnið var loysing kontra ríkisfelagsskap EIN kann nú spyrja, um hetta verður høvuðsevnið til komandi val. Okkurt kundi bent á tað, nú vit í eina tíð hava sæð eina polarisering millum samband og tjóðveldi og nú javnaðarflokkurin eisini vil vera við í hesum orðaskiftinum- men har hann leggur seg millum báðar polarnar. Soleiðis sum viðurskiftini hava útviklað seg millum Føroyar og Danmark seinastu árini er ringt at koma uttan um eina slíka polarisering og har evnið er nettup støða okkara til ríkisfelagsskapin. HAVA vit bankakanningina í huganum í hesum samanhangi er greitt, at hon fer uttan iva at hava stóra ávirkan á komandi valúrslit, bæði til løgting og fólkating og uttan mun til hvønn veg eitt úrslit gongur. Skuldi tað hent, at kanningin ikki fer at ganga føroyingum á møti, so verður hetta eitt val um viðuskifi okkara við Danmark. Ein kann næstan loyva sær at siga, at verða danir fult og heilt reinsaðir í hesi kanning, so kann hetta blíva til eitt sokallað loysingarval. M.a. kann hugsast, at mong av teimum ungu, sum ikki tykjast at hava serligan áhuga fyri politikki í hvussu er eftir uppmøtingini í Útvarpshøllini at døma, fara at leypa uppá loysingarvognin - uttan at geva sær far um teir mongu vandar, sum vitturliga lúra, um kappað verður á stokkinum her og nú. SAMBART úttalilsinum hjá formanni javnaðarfloksins bæði á eykalandsfundi og nú eisini á valfundinum í Havn mánakvøldið, so ætlar javnaðarflokkurin at finna den "gyldne mellemvej" og harvið royna at tryggja, at vit fyri tað fyrsta ikki endað í sambandsleypinum, har nærum alt skal vera tað sama sum tað hevur verið í viðurskiftunum við Danmark - og harnæst ikki enda í bjargingarbáti rekandi til havs. EITT fyri føroyingar sera negativt úrslit av bankakanningini kann tí í veruleikanum vera eitt sera kærkomið høvi hjá teimum loysingarhugaðu her á landi til at kvetta við Danmark - uttan at hugsa um fylgjurnar av hesum. Ein kann tí siga, at tað hvílir ómetaliga stór ábyrgd á teimum, sum skulu gera niðurstøðu í bankakanningini. At hetta málið so nakrantíð er komið so langt sum til at neyðugt er at kanna allar umstøðurnar rundan um bankabjarging ol. kunnu vit fyri ein stóran part "takka" donsku javnaðarstjórnini fyri. Hevði hon lurtað betur eftir sínum partamonnum í Føroyum og annars føroyskum politikarum sum heild, so høvdu vit ikki eina støðu í dag, har kanska eitt stórt tal av fólki - av misnøgd síni við nettup taklingini hjá donsku stjórnini av Føroyum - velur loysing. So tjóðveldisfólk og loysingarfólk kunnu takka Nyrup og hansara fólkum fyri tað viðgongd, sum tey hava í dag. JAVNAÐARFLOKKURIN vil finna millumleiðina eins og hann hevur gjørt so mangan áður. Hann sær vandar í teimum ekstremu sjónarmiðjunum men heldur samtíðis, at vit sum partur av einum útviklingi eiga at laga okkum til broyttu umstøðurnar. Heimastýrislógin á sinni var eitt stig fram móti størri sjálvbjargni. Ætlanin við hesum nýggja tiltaki floksins er aftur eitt nýtt stig fram móti sama endamáli. Skulu vit fara trygt inn í næstu øld má tað vera í samvinnu við aðrar, og soleingi sum okkara búskapur er so ótryggur ber ikki til at fremja nakra loysing her á landi. Tíðin er komin til eina ajourføring av viðurskiftunum við Danmark. Hvørki meira ella minni. At tosa um loysing í eini tíð, har búskapurin er í so ringum standi, har sosialu skipaninar ikki røkka til osfr. er ábyrgdarloysi. Men at miðja ímóti at gerast meira sjálvbjargin og at fáa meiri virðilig og jøvnsett viðurskifti við restina av ríkinum er avgjørt rætti vegurin. Men ein treytin er so eisini tann, at danir vísa ein góðan vilja. Vónandi ber til við úrslitinum av bankakanningini at bøta um viðurskiftini millum hesar partar av ríkinum. DMI/Petur Skeel jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Lítið lot eystaneftir, skýggjað og regn ella ælingur av og á. Hitin millum 5 og 9 stig. Veðrið hósdagin: Hann frískar vindin upp í stívt andøvsgul av útnyrðingi og ælingur. Hitin fellur niður í eini 5 stig. Fríggjanáttina vátaslettings- ella heglingsælingur og hitin um 2 stig. Veðrið fríggjadagin: Fyrst gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vátakavaælingur, men út á dagin lækkar hann niður í útsynning og tað klárar í eitt skifti. Hitin upp í 3 til 7 stig. Leygarnáttina veksur hann vindin upp í hvassan vind ella skrið av landsynningi og regn. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Hvassur vindur ella skrið av suðri og stundum regn. Lýggjari - millum 5 og 10 stig. Í gjár: Eitt víðfevnandi lágtrýst yvir Skotlandi fer komandi dagarnar spakuliga norðureftir. Í dag: Eitt nýtt lágtrýst í útsynning úr New Foundlandi fer í landnyrðing til Suður-Grønland og brúgvaløgini haðani verða væntandi við Føroyar móti vikuskiftinum. Hósdagur 13. november 1997 Oljuvinna setir stór krøv til ein neyvan og ábyrgdarfullan búskaparpolitikk Ráðgevandi Nevndin umrøður eisini framtíðar oljuvinnu í síni seinastu frágreiðing. Hon mælir til varsemi Ráðgevandi Nevndin hjá danska forsætismálaráðharranum umrøður í seinastu frágreiðing síni eisini spurningin um olju við Føroyar. Nevndin sigur, at tað framvegis er óvist, um tað finst olja og gas á føroyskum øki í mongum og av slíkum slag, at lønandi vinna fæst burtur úr teimum. Víst verður eisini á, at hetta er ikki bert treytað av jarðfrøðini, tað stendur og fellur eisini við, hvat oljuídnaðurin megnar reint tøkniliga sæð, og síðani hevur eisini framtíðar olju- og gassprísurin nakað at siga. Enn er bert talan um forkanningar, har tað við seismikki verður roynt at finna strukturar í undirgrundini. Hesar kanningar verða fíggjaðar av oljuídnaðinum, meðan landsstýrið bert hevur havt smærri útreiðslur í sambandi við stovnsetan av og raksturi av eini oljuumsiting. Nevndin peikar á, at málsetningurin hjá føroyskum myndugleikum - um so er at forkanningarnar eru lovandi - er at øki kunnu latast oljufeløgum at leita á í 1999. Um so er at møgulig fund vísa seg at verða lønandi, kann boring neyvan byrja fyrr enn í ár 2000. Ein verulig framleiðsla verður helst ikki at byrja fyrr enn um ár 2005 ella seinni. Ráðgevandi nevndin ger tó vart við, at "tidspunktet for den endelige grænsedragning i forhold til Storbritannien kan blive afgørende for tidsplanen". Nevndin sigur víðari, at inntøkur frá eini olju- og gassframleiðslu koma neyvan fyrr enn væl seinni. Hon vísir síðani á arbeiðið uppá eina oljulóg og sigur, at henda lógin kann møguliga setast í verk við árslok. Eitt uppskot um kolvetnisskatt er vorðið skotið út til seinni. Hetta snýr seg um, hvussu ein best kann skapa javnvág millum ætlanina at tryggja áhuga frá útlenskum feløgum fyri at bora og síðani áhugan hjá føroyska samfelagnum at tryggja sær so stórar inntøkur og virksemi frá oljuvinnuni sum møguligt. Nevndin vísir á, at tað eru fleiri mátar at tryggja tí almenna pengar frá oljuvinnuni. Enn er ikki endalig støða tikin til spurningin um eitt alment føroyskt oljufelag. Øðrumegin er tað náttúrligt, at Føroyar og føroysk feløg luttaka í eini framleiðslu. Hinvegin má ein rokna við, at meginparturin av tí neyðuga kapitalinum, ekspertisuni og fakútbúnu arbeiðsmegini kemur úr útlandinum. Tí verður lagt upp til ein optiónsmodell, har eitt føroyskt landsoljufelag longu í loyvitreytunum fær møguleika at vera luttakari í komandi menningini. Ráðgevandi Nevndin sigur í niðurstøðu síni, at møguligar framtíðar stórar oljuinntøkur fara at seta krøv til ein neyvan og ábyrgdarfullan búskaparpolitikk. -Ein slíkur politikkur er neyðugur fyri at forða fyri, at oljuinntøkurnar fáa ringa ávirkan á búskapin, soleiðis at hesar ikki vera til ampa fyri langsiktaðu framgongdina í tí partinum av búskapinum, sum einki hevur við olju at gera. Sjónleikarfelagið eigur nú Barbaru-klæðini Tá filmurin um Barbaru varð gjørdur, valdi Føroya banki ar stuðla filminum við at gjalda fyri allar búnarnar. Men Føroya Banki hevur onki gagn av at eiga hesar búnarnar, og á samkomu í bankanum týsdagin, fekk Havnar Sjónleikarfelag sum gávu frá Føroya Banka. Havnar Sjónleikarfelag varð valt, tí hetta felag hevur góðar umstøður at varðveita búnarnar og kann so læna ella leiga teir út til onnur sjónleikarfeløg í landinum. Síðan fyrst í september mánaði hava framsýningar av búnum og myndir frá filminum verið á deildunum hjá Føroya Banka kring landið. Á deildunum verður sagt, at hesar forkunnugu framsýningar hava verið væl vitjaðar. Eisini vóru búnarnir partur av prýðinum í Norðurlandahúsinum, tá ið filmurin Barbara varð frumframførdur, eins og tey í juli mánaði vórðu sýnd fram á framsýningini Hendur & Hugflog. Tá ið Føroya Banki gjørdi avtalu við Per Holst film um at fíggja búnarnar, varð dentur lagdur á, at búnarnir í størst møguligan mun vórðu gjørdir í Føroyum. hetta varð gjørt fyri at stuðla og menna føroyska heimavirkisvinnu. Tey føroysku klæðini eru sostatt í høvuðsheitum gjørd í Føroyum og hava tí stóran týdning fyri tey, sum hava verið við til at gera búnarnar, eins og fyri øll, sum hava verið við í filminum. Tað var eisini við í avtaluni millum Føroya Banka og Per Holst film, at klæðini skuldu verða verandi í Føroyum aftaná framsýningarnar, og at tey skuldu verða til gagns fyri føroyskt mentanarlív. Tað vónar Føroya Banki, at klæðini fara at gera, nú Havnar Sjónleikarfelag hevur fingið tey í varðveitslu. Faldari um klæðini Føroya Banki hevur eisini givið út ein faldara, sum í stuttum greiðir frá filminum og meira gjølliga sigur frá klæðunum 'í filminum og kædnadraktini annars í Føroyum um tað mundið, tá Barbara livdi. Hesin faldari er bæði í føroyskari og danskari útgávu. Dansur, konsert og mótasýning í TB húsinum Hetta vikuskiftið verða nógv tiltøk í TB húsinum á Tvøroyri við báði dansi, konsertum og mótasýning báði fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Fríggjakvøldið verður "Unplugged" kvøld. Hesin "unplugged" hugburðurin er at kalla ókendur í suðuroynni, men fyrireikararnir halda at tað fer at verða væl móttikið. Tí fyri tónleikinum standa so frægir bólkar sum Dagfinn & Impulz, sum júst hava givið út fløgu, Tónar og Prix Føroyar finalistarnir úr tvørabólkinum Wild Child. Men afturat tí fara Eyðun "Gulllokk" Svaldbard og Eyðun Jacobsen at royna seg sum gestasangarar. Mótasýningini standa handlarnir Toystovan og Tip - Top á Tvøroyri, fyri. Okkurt leskandi verður at fáa til keyps at skola alt niður við. Fríggjakvøldið verða dyrnar upplætnar klokkan níggju, og tá verður tónleikurin. Mótasýningin byrjar klokkan ellivu. Og klokkan eitt um náttina fara Jákup og Pól Arni at hava diskotek. Alt tiltakið fríggjakvøldið kostar 70 krónur, men aftaná klokkan eitt kosta atgongumerkini 50 krónur. Við atgongumerkinum ber eisini til at fáa 10% í avsláttri í Toystovuni. Konsert leygarkvøldið Leygarkvøldið klokkan 11.30 lata dyrnar upp, og tá verður konsert við teimum trimum bólkunum Visible Fish, Dagfinn & Impulz og Wild Child. Aftaná konsertina fer vælumtókti suðuroyarbólkurin, Jú-men at spæla til dans. Jú-men hava annars ikki spælt eina tíð. Prísurin fyri kosert og dans er 100 krónur. Gjørt um seg Teir tríggir bólkarnir, sum fara at spæla á konsertini hava allir gjørt um seg í føroyskum tónleikalívinum áður. Gøtubólkurin, Visible Fish gjørdi rættilig vart við seg í Prix Føroyum. Teir eru esisini við á fløguni "Rock í Føroyum 2" við lagnum "Tenderskin". Tvørabólkurin Wild Child sló eisini navnið fast í Prix Føroyum, har tá nýstovnaði bólkurin tók øll á bóli, sum eitt tað besta orkestri í finaluni. Dagfinn & Impulz hava júst givið fløguna "Livdi av mánalýsi eina" og teir hava eisini megnað at fingið tvey løg í 15 tær bestu. Kvæði eftir íslendinga- søgum Um hesa tíðina í fjør gav forlagið FANNIR út 1. bók í røðini >>Søga og stev<<, kvæðaviðgerðir, ið Árni Dahl hevur skrivað. Fyrsta bókin rúmaði kvæðum, ið yrkt eru yvir føroyskum sagnum. Onnur bókin kom út á vári 1997 og viðger danskar vísur, ið verið hava á gólvi í Føroyum. Nú kemur >>Søga og stev 3<<, sum í høvuðsheitum hýsir kvæðum, ið yrkt eru eftir íslendingasøgum ella kongssøgum, sum eisini vórðu til í Íslandi. Í bókini verða hesi kvæði viðgjørd: >>Grettis kvæði<<, >>Kjartan Ólavsson<<, >>Gunnar av Líðarenda<<, >>Gunnars kvæði<<, >>Geyti Áslaksson<< og >>Trøllini í Hornalondum<<. Á kápuni eru myndir úr gitna >>Bayeux-tjaldinum<<, sum sigur frá innrás Viljorms Hertakarans í Onglandi í 1066. Bókin er stívliga 180 síður, fæst bara innbundin og kostar kr. 150,- fyri ein-takið. Útvarpið hoyrist ov illa Menn, sum eru við skipum, sum fiska bara nakrar fjórðingar úr landi, klaga um, at hoyrilíkindini á millumbylgjusendaranum eru ov vánalig. Alt ov ofta kemur fyri, at sendarin er sløktur í senditíðini, siga teir og halda, at umvælingar kundu saktans verið gjørdar, uttan fyri senditíðina >>Tað átti at borið til at umvalt sendaran í teirri tíðini, hann var sløktur kortini. Til dømis um náttina,<< sigur Heðin Jørgensen, bestimaður á línuskipinum Venus. >>Tað gera vit eisini í tann mun, tað er gjørligt,<< sigur Jens Julian Reinert á Telefonverki Føroya Løgtings, sum hevur teknisku umsitingina av sendinetinum um hendur. Óreglulig sending Tað er alt ov ofta ólag á millumbylgjusendaranum hjá Útvarpinum, sigur Heðin Jørgensen, bestimaður á Venus. Hann sigur, at tað kemur alt ov ofta fyri, at óljóð ger, at illa ber til at fylgja við tí, sent verður. Og ein annar trupuleiki er, at verður eitthvørt í ólagi, tykist tað mangan, sum tað skal gerast aftur, í senditíðini. Jens Julian Reinert á Telefonverkinum, sigur, at teir í allan tann mun, tað er gjørligt, arbeiða við sendinetinum ta tíðina, Útvarpið ikki sendir kortini. >>Vit royna altíð at gera tað, innandura er, um náttina,<< sigur hann. >>Men skal farast upp í mastrina, vilja vit hava dagslýsi. Vit slaka ikki við trygdini hjá fólkinum,<< sigur hann. Heðin Jørgensen vísir til, at seinasta vikuskifti var rættiligt ólag á sendingini. Til tað sigur Jens Julian Reinert, at teir hava havt onkrar tekniskar trupuleikar um dagarnar, sum tað tykiskt ringt at finna. So er neyðugt at fara ígjøgnum alt kervið, og har er nógv, sum kannast skal. Niðursett megi Heðin Jørgensen, bestimaður á Venus, sigur, at tað er irriterandi, at Útvarpið sendir við niðursettari megi. Tað ger, at skipini, sum eru bara eitt sindur úr landi, ikki hoyra alt, sum sent verður. Hann sigur, at tað argar at hoyra útvarpsmenninar siga, at teir skrúva meira frá, tá fólk ringja úr Danmark leygarkvøld, so tey kunnu hoyra, tá teir ikki gera tað sama fyri teir menn, sum lurta dagliga. Til hetta sigur Jens Julian Reinert á Telefonverkinum, at tað ger ongan mun, har hoyrilíkindini eru vanlig, um sent verður við fullari ella hálvari megi. Tað er ikki, fyrr enn komið verður heilt út í kantin av tí, sendarin yvirhøvur røkkur, at munur hoyrist á, um sent verður við 100kw. ella 200 kw. Men tað kann sjálvandi kortini vera ójavnt eisini á nærleiðum. Tað velst um so ógvuliga nógv ting, sigur Jens Julian Reinert. Útgerðin, til at móttaka umborð á skipinum, kann vera eitt. Viðurskifti í atmosferini eitt annað, og plaseringin hjá skipinum eitt triðja. Hvar eru sendimastrarnar. Ber land upp fyri og so framvegis. Jens Julian Reinert sigur, at hoyrilíkindi ikki eru nakað, sum er støðugt. Tey kunnu bert avgerðast út frá statistiskum metingum. Fíggjarligur spurningur Jógvan Jespersen, stjóri í Útvarpi Føroya, sigur, at tá Útvarpið fór at senda við nýggja millumbylgjusendaranum, varð ein skipan gjørd, sum segði, at tíðindasendingarnar á middegi og á kvøldi, umframt kvøðuljómarnir til sjófólkið og onkrar ávísar aðrar sendingar, skuldu sendast við fullari megi. Hetta komst av, sigur Jógvan Jespersen, at streymnýtslan er munandi hægri, tá sent verður við 200 kw., enn tá sent verður við 100 kw. Talan er um ein mun upp á umleið eina millión krónur árliga. Í dag er tað >>Landið<<, sum eigur og rekur sendaran, og er Útvarpið tí, sum so, leyst av kostnaðinum. Men kortini verður sent eftir teirri gomlu skipanini. Útvarpið hevur roynt at fingið eitt yvirlit yvir, hvussu sendingarnar hoyrast í mun til styrkina, sum sent verður við. Men tað tykist eitt sindur torført at fáa eina mynd av hesum. Tó hevur Útvarpið frætt frá skipunum í Barentshavinum, at tey hoyra væl betri, tá sent verður við 200 kw. Og tað passar væl við tað, Jens Julian Reinert á Telefonverki Føroya Løgtings sigur um, at munurin er skilligastur í útkantinum av tí, sendarin yvirhøvur røkkur. Tað er eingin ivi um, sigur Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, at tey heldur enn fegin vildu sent allar sendingar við fullari megi. Men fíggjarligu umstøðurnar eru nú einaferð ikki til annað enn tað, sent verður. Tað er Sámal Petur í Grund, sum umsitir samskiftismál í Tinganesi. Men hann er í løtuni staddur á Norðurlandaráðsfundi í Helsinki í Finlandi, og var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar. Annars letur Heðin Jørgensen, bestimaður á Venus, heilsa og sigur, at fyrrapartin mikudagin hoyrdu teir Útvarpið heilt væl, á Ingolfshøvdgrunninum yviri á Suðurlandinum. Og hann sigur eisini, at Útvarpið ongantíð fyrr hevur havt betri sendingar enn tað sama. So tað er harmiligt, at tær ikki hoyrast betri. Venus hevur havt brúkiliga fiskiskap, letur bestimaðurin at. Tað er mest longa og brosma, teir hava fingið. Men onkur hýsa sløðist upp í millum, sigur Heðin Jørgensen. Kollafjørður kom best frá fyrsta umfari í talvkappingini Talv: Kollafjørður, Havnin og Klaksvík 1 vunnu fyrst dystirnar við greiðum tølum Um vikuskiftið varð lagt til brots í liðkappingini í talvi, og spælt varð í øllum deildum, úr 1. deild og niður í dreingjadeildina. Í 1. deild kom Kollafjørður best frá byrjan. Við altjóða meistaranum Tigar Hillarp Persson, sum eisini er venjari hja kollfirðingum, á odda, vunnu teir 31/2-1/2 á Streymi, sum bert fekk stig á fjórða borði, har Bergur Magnussen fekk javnleik ímóti Poul Martin Hansen. Á hinum borðunum vunnu Torbjørn Thomsen og Bernhard Thomsen ímóti ávíkavist Martin Brekká og Gunnar Joensen. Føroyameistararnir seinastu tvey árini, Klaksvík 1, telvdu ímóti uppflytarunum úr 2. deild, sum eisini hoyra heima í felagnum í Klaksvík. Og innanhýsisdysturin millum Klaksvík 1 og Klaksvík 2endaði við sigri til meistararnar, meðan uppflytararnir vístu, at teir kunnu fara at arga hini liðini í deildini. Tveir av dystunum endaðu javnir. Á fyrsta borði fekk Terji Petersen, sum mennist í hvørjum, javnleik ímóti Rana Noløe. Og á fjórða borði fekk Tummas Martin Anthoniussen javnleik ímóti nýggja manninum á KTF1, Haldur Suna Johansen. Ólavur Simonsen, sum nú telvar á 2. borði, vann á Finnbjørn Vang, og Steintór Rasmussen vann ímóti Petur Hans Poulsen. Dysturin millum Havnina og Vestmanna endaði við tryggum sigri til havnamenninar. Einasti >>vestmenningurin<<, sum fekk stig burtur úr dystinum, var altjóða meistarin John Rødgaard, sum á fyrsta borði vann dystin ímóti Torben Ø, Johansen. Eftir fyrsta umfar hevur Kollafjørður sostatt lagt seg á odda við hálvumfjórða stigi, meðan Havnin og Klaksvík 1 eru beint í hølunum við trimum stigum hvør. Vestmanna og Klaksvík 2 hava eitt stig hvør, og Streymur er aftast við hálvum stigi. Í næsta umfari møtast eingi av fremru liðinum. Kollafjørður fer at dystast við Vestmanna, Klaksvík 1 við Streym, og Havnin við Klaksvík 2. Hesir dystir verða allir sunnudagin og byrjað verður klokkan 14. Toftir best frá byrjan í 2. deild Toftir kom best frá byrjan í 2. deild. Tey dystaðust við uppflytararnar úr Gøtu og vunnu 3-1. Jónfinn Thomsen og Reinhold Isaksen fingu stigini hjøa gøtumonnum eftir javnleik ímóti ávíkavist Hans Christian Hansen og Helga Joensen. Wenzil Højgaard og Jústines Hansen syrgdu tí fyri trygga sigrinum hjá Toftaliðnum. Havnin hevur tvey lið í 2. deild og tey møttust í fyrsta umfarið. Dysturin millum liðini vístu, at tey eru mannað við javtn sterkum telvarum, og úrslitið var eisini 2-2. Dystirnir á fyrsta og øðrum borði endaðu javnir, meðan Hans B. Højgaard hjá Havnini 1 vann á triðja borði og Óli Joensen hjá Havnini 2 á fjórða borði. Kollafjørður hevur eisini tvey lið í 2. deild, og tey møttus eisini í fyrsta umfari. Hesin dysturin endaði við at Kollafjørður 1 vann 21/2-11/2. Tríggir av dystunum endaðu javnir, meðan sigurin hjá Niclas M. Joensen á Hans Kr. Simonsen avgjørdi dystin til fyrimuns fyri KT1. Kappingin ú 3. deild er býtt upp í tvær kappingar, og eftir fyrsta umfar er Sandavágur á odda í 3. deild A, meðan Havnin er á odda í 3. deild B. Í Unglingadeildini eru bert trý lið, og tí er bert ein dystur hvørt vikuskiftið. Hesaferð dystaðust bæði liðini hjá klaksvíkingum og Klaksvík 1 vann 4-0. Havnin hevði frí hesaferð. Í dreingjadeildini eru fimm lið, og hesaferð vann Kollafjørður 4-0 á Vestmanna og Havnin 1 31/2 á Havnini 2. Klaksvík hevði frí hesaferð. Talvhagtøl Talv: Úrslit frá fyrsta umfari í liðkappingini í talvi 1. deild 1. umfar, sunnudagin 9. november Klaksvík 2-Klaksvík 11-3 Terji Petersen-Rani Nolsøe1/2-1/2 Finnbjørn Vang-Ólavur Simonsen0-1 Petur Hans Poulsen-Steintór Rasmussen0-1 Tummas M. Anthoniussen-Haldur S. Johansen 1/2-1/2 Havnin-Vestmanna3-1 Torben Ø. Johansen-John Rødgaard0-1 Flóvin Tór Næss-John Jacobsen1-0 Carl Eli Nolsøe Samuelsen-Kári O. Durhuus1-0 Luitjin Apol-Jón Mikkelsen1-0 Kollafjørður-Streymur 31/2-1/2 Tigar H. Persson-Finnbjørn Zachariasen1-0 Torbjørn Thomsen-Martin Brekká1-0 Bernhard Thomsen-Gunnar Joensen1-0 Poul Martin Hansen-Bergur Magnussen1/2-1/2 2. umfar, sunnudagin 16. november Klaksvík 1-Streymur Vestmanna-Kollafjørður Klaksvík 2-Havnin 2. deild 1. umfar, sunnudagin 9. november Gøta-Toftir1-3 Jónfinn Thomsen-Jens Christian Hansen1/2-1/2 Reinhold Isaksen-Helgi Joensen1/2-1/2 Jákup Joensen-Wenzil Højgaard0-1 Heri Thomsen-Jústines Hansen0-1 Kollafjørður 1-Kollafjørður 221/2-11/2 Grettr Djurhuus-Dánjal Petur Olsen1/2-1/2 Niclas M. Joensen-Hans Kr. Simonsen1-0 Karl L. Johansen-Alex Dalsgaard1/2-1/2 Eyðálvur Johannesen-Hávarður Jensen1/2-1/2 Havnin 1-Havnin 22-2 Jeffrei Justinussen-Johan Gaard1/2-1/2 Jóannes Guttesen-Jógvan Næss1/2-1/2 Hans B. Højgaard-Martin Poulsen1-0 Sigurð B. Justinussen-Óli Joensen0-1 2. umfar, sunnudagin 16. november Toftir-Havnin 2 Kollafjørður 2-Havnin 1 Gøta-Kollafjørður 1 3. deild A 1. umfar, 8. og 9. november Rókur 2-Sandavágur0-4 Archibald Andreasen-Bernhard Augustinussen0-1 Eyðsvein Johannesen-Gutti Petersen0-1 Jógvan Sólsker-Heri Christoffersen0-1 Steyni Andreasen-Hjalti Petersen0-1 Kollafjørður-Sumba1-3 Virgar-Fagraklett-Alvin Joensen0-1 Eivind Simonsen-Ingi Ellingsgaard0-1 Jóannes Petersen-Margo Joensen0-1 Hans Petur Joensen-Mikkjal Olsen1-0 Runavík 1-Klaksvík 22-2 Brandur K. Jacobsen-Símun P. Anthoniussen0-1 Eyðun Lamhauge-Hans J. Christiansen1-0 Niclas Højgaard-Vagn Heldarskarð0-1 Brandur Højgaard-Mannbjørn Anthoniussen1-0 2. umfar, sunnudagin 16. november Sandavágur-Klaksvík 2 Sumba-Runavík 1 (leygardagin 15. november) Rókur 2-Kollafjørður 3. deild menn B 1. umfar, 8 og 9. november Klaksvík 1-Vestmanna3-1 John Sivertsen-Niels O. Durhuus1/2-1/2 Ingolf Gaard-Jóan P. Johannesen1/2-1/2 Rúni Dragaberg-Jákup Andreasen1-0 Óli Joensen-Hanus I. Hansen1-0 Runavík 2-Havnin0-4 Hans A. Midjord-Jákup A. Joensen0-1 Jákup M. Jacobsen-Frants J. Eliasen0-1 Signar Hansen-Jóannes V. Hansen0-1 Jón Hammer-Herfinnur Seloy0-1 Toftir-Rókur 121/2-11/2 Øssur Hansen-Petur Sumberg0-1 Sigurð Joensen-Ingolf Debess1/2-1/2 Kaj Jacobsen-Karl M. Jensen1-0 Hans Arni Danielsen-Hans Erik S. Jensen1-0 2. umfar, sunnudagin 16. november Vestmanna-Rókur 1 Havnin-Toftir Klaksvík 1-Runavík 2 Unglingar 1. umfar, 8. og 9. november Klaksvík 2-Klaksvík 1 0-4 Dávur Kalsøe-John Sivertsen0-1 Mannbjørn Anthoniussen-Ingolf Gaard 0-1 Rógvi Sigurðsson-Rúni Dragaberg0-1 Anker Hansen-Óli Joensen0-1 2. umfar, leygardagin 15. november Klaksvík 2-Havnin Dreingir 1. umfar, 8. og 9. november Kollafjørður-Vestmanna4-0 Eyðálvur Johannesen-Karl Johan Djurhuus1-0 Hans Kr. Simonsen-Rói Lamhauge1-0 Alex Dalsgaard-Niels Andreasen1-0 Teitur Joensen-Baldur Kampmann1-0 Havnin 2-Havnin 11/2-31/2 Rasmus Johannesen-Martin Poulsen0-1 Jaspur T. Gaard-Olaf Berg0-1 Fríbjartur D. Olsen-Teitur Albinus0-1 Mortan Thomsen-Rúni Patursson1/2-1/2 2. umfar, leygardagin 15. november Vestmanna-Havnin 2 Rókur-Klaksvík Fara at brúka nýggjar lógir í flogbóltskapping Flogbóltur: Nýggjar altjóða flogbóltslógir verða tiknir í brúk, tá FK-kappingin verður um vikuskiftið FLOGBÓLTUR: Komandi vikuskiftið verður flogbóltskapping fyri tær eldru deildirnar. Tað er Fleyr sum skipar fyri kappingini, ið nevnist FK-kappingin, og sum hevur 10 ár á baki. Spælarar í meistaradeildunum hjá monnum og kvinnum sleppa í hesi kapping at spæla eftir nýggjum altjóða lógum, sum hava sett rættiliga ferð á flogbóltsspælið aðrastaðni. Størsta broytingin við spælinum eftir nýggju lógunum er, at spælast skal ikki um servuna. Hvør einasti bólturin telur, og tað ger, at liðini kunnu ikki taka sær av løttum. Spælt verður í tveimum hálvleikum, og ístaðinfyri at spæla upp í 15, sum hevur verið vanligt, verður nú spælt upp í 21, ella til í minsta lagi tvey stig eru á muni. Vinna liðini hvør sín hálvleik, verður eitt tie-break-sett, tey kalla, spælt, og har verður spælt uppí 7, ella til í minsta lagi tvey stig eru á muni Ein steðgur uppá tríggjar minuttir eru ímillum tvey tey fyrstu settini, og tá skulu liðini skifta síðu. Er neyðugt við einum triðja settið, er ein steðgur uppá ein minutt áðrenn, og tá skulu liðini ikki skifta síðu. Í 1. og 2. setti er tekniskt timeout uppá ein minutt, tá fyrsta liðið hevur fingið 10 stig, og eitt timeout uppá hálvan minutt at brúka eftir egnum ynski. Í tie-break-settinum havaliðini eitt timeout uppá hálvan minutt í part. Tað er bara í meistaradeildunum, at hesar lógirnar verða brúktar, meðan hini liðini spæla eftir vanligu lógunum. 54 lið hava meldað seg til FK-kappingina, og í meistaradeildini er talan um 10 lið, fimm hjá monnum og fimm hjá kvinnum. Fimm lið verða við í 1. deild hjá monnum og 16 í 2. deild hjá monnum. Fýra eru við í 1. deild hjá kvinnum og 19 í 2. deild hjá kvinnum. Hava eisini føroyskt fótbóltsfelag í Odense Fótbóltur: Føroyska felagið Magn samstarvar við íslendingar og grønlendingar ODENSE: Síðsta vetur avgjørdu føroyingar í Odense at stovna ítróttarfelag. Menninir sum higartil høvdu spælt fótbólt bara fyri at hugna sær saman við øðrum føroyingum hildu, at nú var tíðin komin til at taka tað meira í álvara. Roknað varð eisini við, at við nýggja felagnum, føstu venjingartíðunum fóru úrslitini til FM-kappingarnar í Danmark at gerast betur. Felagið Magn varð stovnað í november mánaða 1996, og tá Kemilux International segði ja til at verða sponsor, varð alt komið uppá pláss. Tað er krav til nýggj lið, at tey byrja í lægstu deildini, og tí leikti Magn í seriu 5 kappingarári 1996 Leikaratilfarið var sera gott til ta deildina, og tá avtornaði og bólkarnir skuldu gerast upp var Magn á fyrsta plássi. Roknaðu við skrædli Kappingin í seriunum er soleiðis skipa, at liðini á fyrsta plássi skulu leika um Fynsmeistaraheiti í seriu 5. Eisini hetta gekk framúr væl, og tá avtornaði var Magn fynsmeistari í seriu 5. Á leiðini luttók liðið í steypakappingini. Í fyrsta umfari leiktu teir móti Marslev úr seriu 2. Henda dystin vann Magn 3-2 og tað vóru glómur í Marslev leikarunum eftir dystin. Í næsta umfari komu Magn leikararnir niður aftur á jørðina tá teir taptu 10-2 móti Fynsseriuliðnum hjá OKS. Tá farast skuldi undir kappingina í ár sá ørvísi út. Ikki færri enn 8 av føstu leikarunum frá í fjør vóru burtur ­ flestu teirra fluttir. Roknað var tí við skrædlið tá farið varð undir kappingina í ár, tí kappingin í seriu 4 er munandi harðari enn í seriu 5. Og rætt var. Aftaná tríggjar sigrar tapti liðið næstu 10-12 dystirnar á rað. Ikki fyrr enn í teimum seinastu báðu umførunum fótaði Magn sær aftur og vann ávikavíst 6-5 og 7-6. Eisini í ár var liðið við í steypakappingini, men kom ikki longur enn til fyrsta umfar har teir taptu 10-2 móti Chang. Samstarv nú við aðrar Sum fyrr nevnt fluttu fleiri av stuðulsleikarunum úr Odense eftir síðsta kappingarár og fyri at bøta um hetta var samstarv fingið í lag við íslendingar og grønlendingar. So frá at vera eitt føroyskt lið var nú talan um eitt norðuratlantiskt lið. Trý vóru tungumálini og har var ein málageipan. Føroyskt, íslendskt og grønlendskt hvørt um annað. Tó má sigast, at tá liði var samanspælt og tær málsligu forðingarnar vóru burtur fekk liðið bara heilt væl burturúr. Tað er longu greitt, at norðuratlantiska samtarvið á fótbóltsvøllinum heldur fram næsta ár. Gravgangur eftir FCK-partabrøvum Fótbóltur: Týsdagin fekk FC Keypmannahavn 6500 nýggjar eigarar Todi Jónsson Týsdagin fekk FC Keypmannahavn 6500 nýggjar eigarar. Stóra felagið í Keypmannahavn bjóðaði tá út partabrøv í felagnum, og áhugin fyri at keypa var sera stórur. Serfrøðingar hildu annars, at tað helst ikki var rætt av FCK at bjóða partabrøvini út júst nú tað hevur gingið so illa í donsku kappingini, men leiðslan í FCK helt fast um upprunaligu ætlanina. Og týsdagurin vísti eisini, at tað var eingin grund til at óttast fyri áhuganum. FCK er eitt felag, sum øll kenna og øll hava sína hugsan um, og tað eru nógv, sum vilja eiga sín part í felagnum. Síðani Tottenham, sum tað fyrsta felagið, fór á partabrævamarknaðin síðst í 80^1unum, hava nógv feløg fylgt eftir. 18 ensk feløg eru skrásett á partabrævamarknaðinum, og FCK er sætta danska felagið, sum tekur til hesi ráð, fyri at fáa fleiri pengar at arbeiða við. Áður hava Brøndby, Silkeborg, AGF, Vejle og Ikast skrásett seg á partabrævamarknaðinum. Lønmodtagernes Dyrtidsfond er nú størsti eigarin í FC Keypmannahavn. Danski dýrtíðargrunnurin keypti partabrøv fyri 18 milliónir krónur, og eigur tí yvir 10 prosent av partabrøvunum í FCK. Hesin grunnur varð stovnaður, tá Danmark í 70^1unum stríddist við javnvágstrupulleikar mótvegis útheiminum. Ístaðinfyri at útgjalda dýrtíðarviðbøtur sambært ásetingum, vóru pengarnir ístaðin lagdir í hendan grunn, og nú koma pengarnir Toda og teimum til góðar. Aðrir stórir eigarar eru Select Invest A/S, PSE 2123 A/S, KB Fodbolds Fond, B1903 og Flemming Østergaard Management A/S. Øll hesi eiga yvir 5% av partabrøvunm. Partabrøv í donskum fótbóltsfeløgum eru høgt í metum, og fleiri og fleiri feløg skaffa sær pengar við at tekna partabrøv. Og nýggju tíðirnar hava eisini ført við sær, at nú eru tað ikki longur fólk við einum góðum felagshjarta, sum lata pengar til feløgini, men pengaíleggjarar, sum vilja hava nakað aftur fyri teirra íløgu. Og sum gongdin er nú í donskum feløgum, fáa teir eisini avkast. Serfrøðingar meta donsku fótbóltsfeløgini verða góða forrætning, og enn er toppurin ikki náddur, halda teir. Íløgustuðul - er hann almenn kuvøsuhjálp Í seinastuni hevur orðaskifti verið í fjølmiðlunum um íløgustuðulin. Bankastjórar og reiðarar hava talað. Ymiskir á máli, sum ogur menniskjur nú einaferð eru. Til tað, sum reiðarin hevur ført fram er bert eitt at siga. Sum eitt orðatak sigur: >>Ammur og kør fyllast, ja sjálvt hvalurin á havinum, men hasin parturin av flotanum fyllist ei<<. Eitt botnleyst kar. Tað hevði verið hóskandi at komið fram við, hvussu mangir menn eru knýttir at hvørjum skipabólki sær, hvat kostar hvørt skip og hvør maður tí almenna. Aftur til bankstjórarnar. Tað má vera undarligt at mæla til at avtaka allan stuðul til fiskivinnuan, og samstundis umsita tann størsta íløgustuðulin frá Føroya fólki, nevniliga 3 milliardir. Eru hesir pengarnir kuvøsu hjálp til bankan? Hevur tað gjørt Føroya Sparikassa veikari í mun til Føroya Banka? Kann tað hugsast, at størsta forðingin hjá monnum at seta pengar í føroyskt vinnulív er tann, at fortreytirnar verða broyttar í tíð og ótíð av teimum stýrandi? Tað valdar alt ov stórur ótryggleiki á øllum økjum. Bert við at stara seg blindan at veiðiflotanum, hava menn sett kikarin fyri tað skeiva eygað. Alt fyritaksemi í samfelagnum fær kuvøsu hjálp. Framtaksgr.-Fiskavirking - Fiskasølan - Sandoyarætlanin - Ferðavinnan - og mangt annað. Tað er bert eitt at vóna, at teir ráðandi gera tað so liviligt fyri fiskivinnuna sum gjørligt, bæði á sjógvi og landi, tí tilboðini eru góð úr øðrum londum eftir føroyskum sjófólki. Royni tí at fara væl um teir, sum eru eftir, so at vit ikki koma í ta støðu, at eingir indianar eru eftir, bert høvdingar. Vinarliga Martin Strøm Heldur pengar til verkætlanir enn stovnar "Planerne for budgettet i fremtiden går fra at give til institutioner til i stedet at give til projekter, og det kan ikke andet en varme mit konservative hjerte, at man nu vil give penge efter indsats segði Jørgen Niclasen, løgtingsmaður og limur í Norðurlandaráðnum á fundi í Finlandi í vikuni. Hann segði Jørgen Niclasen Hr. Præsident! Statsminister Göran Perssons redegørelse var et tydeligt tegn på, at man vil bevare og helst styrke det nordiske samarbejde. Jeg vil dog påpege, at det meste af redegørelsen drejede sig om Europa og Baltikum, mens selve det nordiske samarbejde ikke fik meget plads og prioritet. Vi må hele tiden være opmærksomme på, at vi må og skal styrke det indrenordiske samarbejde, for uden den platform er det næppe nogen nytte til, at vi i fællesskab har store visioner sydover og østover. På sidste års session i København kritiserede jeg det nordiske samarbejde for at tænke alt for lidt i vestnordiske baner, især når det gjaldt de selvstyrende områder Færøerne og Grønland. Jeg vil delvis tage den kritik tilbage, for det er selvfølgelig os fra disse områder, som må gøre opmærksom på, at disse områder eksisterer, og dette har vi indset og har handlet derefter. Som et resultat heraf har vi konstateret, at interessen for Vestnorden er voksende - godt nok langsomt, men sikkert. Der har i år været flere møder både i Island, i Grønland og på Færøerne, som alle har skabt opmærksomhed om det enormt store område i Nordatlanten. Jeg ved ikke, om Nordisk Råds medlemmer er opmærksomme på, at Færøernes hovedstad Tórshavn er det geografiske midtpunkt i Norden, men jeg har observeret en lille detalje: Bag mig, hvor vi har alle de nordiske flag, hænger det færøske flag i midten på det højeste punkt, og tak for det! Vi kan i dag konstatere, at vore vestnordiske tiltag har virket, både når det gælder budgettet og i andre nordiske sager. I budgetforslaget for næste år ser vi en samlet reduktion, men jeg må sige, at denne reduktion er håndteret på en fornuftig måde. Ser vi på nordiske institutioner og nordiske tiltag i Vestnorden er vi ikke bare sluppet for reduktioner, men vi har på flere områder fået flere midler. Planerne for budgettet i fremtiden går fra at give til institutioner til i stedet at give projekter, og der kan ikke andet end varme mit konservative hjerte, at man nu vil give penge efter indsats: Stor indsats, store midler, ingen indsats, ingen midler - kan det være bedre? Jeg må dog tilføje, at jeg forventer, at det ikke kun bliver dem, der er bedst til at skrive ansøgninger, som får bevillinger. Jeg vil også nævne kulturkonferencen i Oslo i marts i år, hvor de små sprog fik en stor plads i diskussionen. I Nordenudvalget prøver vi at følge op på dette og har bl.a. i Nordenudvalgets udtalelse til Præsidiet om budgettet skrevet, at udvalget henstiller, at der fokuseres særligt på de små sprogs stilling, og at indsatser, som sikrer de små sprogs overlevelse, bliver prioriteret. Dette er noget, vi vil bygge på i de kommende år. Fiskeriet soretrer af for mig uforståelige grunde under Nærområdeudvalget i Nordisk Råd, og vi har af denne grund med uro set forsøg å at flytte penge fra dette område til andre områder. Dette blev dog stoppet, og det er jeg glad for, men jeg vil her anmode Præsidiet om at overveje, at fiskeriet fremover bliver flyttet til Nordenudvalget, for fiskeriet er et internt nordisk anliggende, og særlig i Nordatlanten er det et meget vigtigt område, som vi i fællesskab kan få meget ud af. Lad mig afslutte med at sige, at man nu har accepteret en indbydelse fra os om at holde sommermøde på Færøerne for alle Nordisk Råds medlemmer det kommende år. Det er mig en stor glæde på den færøske delegations vegne at ønske jeg rigtig hjertelig velkommen til Færøerne i juni næste år, hvor Nordisk Råd for første gang i Rådets historie holder møde på Færøerne. Tann norðurlendska røddin má ikki tagna "Nedprioriteres den nordiske dimension i Nordisk Råds virksomhed, kan dette blive enden for det frugtbare nordiske samarbejde og det unikke nordiske fællesskab. Den nordiske røst vil herved miste sin kraft segði Marita Petersen, løgtingslimur og limur í Norðurlandaráðnum. Hon minti tey Norðurlond, ið liggja við Eystursjógin á , at Norðurlond eisini finnast fyri vestan. Hon segði: Marita Petersen Hr. Præsident 1997 er ved at være slut, og set fra en færøsk synsvinkel har dette år været et godt år i nordisk sammenhæng. Vestnordens Parlamentariske Samarbejdsråd blev i 1997 til Vestnordisk Råd og repræsentanter for dette råd har det sidste år haft mulighed for at møde som observatører til Nordisk Råd arragementer. Det anbefales, at der investeres flere ressourcer i dette arbejde. Der har i år været satset på kultur og Sprog. Kulturkonferencen i Oslo i foråret satte fokus på de små sprogs og kulturers situation. På sommermødet i Reykjavík blev Vestnordisk samarbejde fremhævet og sproghøringen samme sted behandlede de små sprog og nordisk sprogsamarbejde som helhed. Til slut, det er positivt, at Præsidiet i forbindelse med et budgetforslag og planer for 1998 påviser nødvendigheden af, at sprogsamarbejdet prioriteres højt. Beskæftigelse og sikkerhedspolitik er hovedemner på denne session, og Sverige vil i sin ordførerperiode de kommende år desuden prioritere arbejdet, for at Norden og nærområderne skal blive en økologisk holdbar region. Det er nødvendigt, at Nordisk Råd arbejder med store spørgsmål, og at der tages overordnede politiske beslutninger. Præsident Salmén sagde det så klart: Perifere spørgsmål er ikke længere i fokus i Nordisk Råd, men med den nye formands tale og for øvrigt en del af indlæggene fra generaldebatten i tankerne må man desværre konstatere, at det ikke kun er perifere spørgsmål i Nordisk Råd, der er væk. De perifere lande og områderne i Nordisk Råd er meget lidt synlige i det kommende års arbejde. >>Norden er hemma<< sagde Göran Persson, da han fremlagde planerne for det kommende års arbejde. For én, der ikke vidste bedre, fik man den opfattelse, at Norden er landene omkring Østersøen, og dette er et lidt forvrænget billede af Norden, for det område, som landene strækker sig ud over, er enormt, og selv om der ikke bor mange mennesker i den vestlige halvdel af eller rettere 2/3 af Nordens område, så er dette område med sin udstrækning og rigdom en betydningsfuld del af Norden, som ikke bare kan overses og glemmes. Vi, som bor ude i vest, er afhængige af fiskeriet og har derfor et vågent øje med, hvad der sker i Nordisk Råds regi på fiskeriområdet. De tendenser, vi har set de sidste par år, har ikke været særlig opmuntrende. I 1997 planlagde man endnu en gang at nedlægge aktiviteterne på fiskeriområdet og flytte pengene til et andet område. Heldigvis blev disse planer droppet igen i år, så forskning og andet samarbejde på fiskeriområdet fortsætter lidt endnu, men vi føler stor usikkerhed med, hvor længe dette varer. Jeg vil indtængende anmode om, at samarbejdet på fiskeriområdet fortsætter. For et lille land som Færøerne er denne mulighed for at deltage i den fællesnordiske forskning af stor betydning. Nu vi er ved fiskeriet, så en ting til. Fiskerispørgsmål hører i dag under Nærområdeudskottet. Jeg vil anbefale, at dette område for fremtiden kommer til at ligge under Nordenudskottet. Landsstyreformand Jonathan Motzfeldt kom i sin tale ind på de selvstyrende områders situation i Nordisk Råd, og jeg kan fuldt ud støtte Motzfeldts opfordring til at tage de selvstyrende områders muligheder for deltagelse i Nordisk Ministerråd op til overvejelse. Jeg vil tilføje, at også på andre områder i Nordisk Råds virksomhed bør der ske ændringer. Et eksempel på sådan en ændring, er at Kulturfondets medlemstal øges med to, så Grønland, Færøerne og Åland hver har et fast medlem i Fonden. Hr. præsident! De nordiske ideer bygger på fælles identitet, grundet på historisk, kulturel og sproglig fællesskab og især på samme menneskesyn og samme syn på demokrati, retfærdighed og samfundsindretning. Dette har de nordiske lande til fælles, og derfor kan vi alle tale med en fælles røst, og derfor er Norden >>hemma<< for os alle. Nedprioriteres den nordiske dimension i Nordisk Råds virksomhed, kan dette blive begyndelsen til enden for det frugtbare nordiske samarbejde og det unikke nordiske fællesskab. Den nordiske røst vil herved miste sin kraft. Tak. Grunnurin er vorðin eitt hatursprojekt - Politikararnir og fjølmiðlarnir vilja tað eisini. Nú er tað upp til politikararnar at gera av, hvussu grunnurin skal virka, sigur formaðurin í Framtaksgrunninum, sum frá Fíggjareftirlitinum hevur fingið freist til 21. november at fáa viðurskiftini í grunninum í rættlag Í trimum hølum í kjallarahæddini í fiskasølubygninginum heldur Framtaksgrunnurin til. Hølini eru øll at sammeta við klivur, har bert er pláss fyri skrivaraborði og mest neyðugu skrivstovuútgerðini.. Mest skeldaði maðurin í Føroyum tekur ímóti í fundarhølinum, har eitt hampuliga stórt borð og nakrir stólar fylla rúmið. Nógvir spurningar standa ósvaraðir um grunnin, sum hevur fylt bløðini og loftmiðlarnar í seinastuni. Tað, sum fyri almenningin hevur verið so torgreitt at fáa skil á, er fyri Sverra Hansen púra greitt. Tað, at Framtaksgrunnurin varð stovnaður og fór undir virksemið, var tað einasta rætta. Peningurin er væl latin út, og hevur bjargað stórum parti av vinnuni, heldur Sverri Hansen. Eingin megnað tað sama sum Fiskavirking - Hava íløgurnar hjá grunninum ikki bert verið enn ein eyka sanering, sum eingin trygd er fyri fæst inn aftur? - Nei, soleiðis skilji er tað ikki. Føroyskir politikarar hava tosað um nýggjar vinnur, men hvørji eru projektini? Vit hava eingi ella ógvuliga fá projekt sæð, sum nærnámind kemur tí, sum Fiskavirking hevur megnað. - Hatta var tað einasta rætta at gera, og tað er als ikki at sammeta við sanering, sigur Sverri Hansen. - Vit keyptu tey aktivini í Fiskasøluni, sum vit høvdu brúk fyri, og vit keyptu tey virkini í Fiskavirking, sum vóru neyðugt fyri framhaldandi at varðveita framleiðsluna. Nøkur mis- eydnað projekt - Hví er hallið í Fiskasøluni fimm mió. krónur eftir fáum vikum, og tvær mió. krónur í Fiskavirking? - Fiskasølan hevur ikki mist peningin eftir fáum vikum. Hetta eru viðurskifti sum hoyra til 1. hálvár í roknskapinum fyri 1997. - Viðvíkjandi hallinum í Fiskavirking, so er talan um eina tillagingarprosess og um útbygging, sum tók longri tíð enn væntað, sigur Sverri Hansen. Hann sigur um at yvirtaka virkir við halli, at tað er fyri at tillaga tey til eina nýggja framtíð. Og tað eru eisini aktiv í Fiskasøluni, sum geva yvirskot. Talan er ikki bert um undirskot. Tapini, ið stava frá fyrra hálvári, eru frá einum projekti við íslendskari fyritøku við leigaðum skipum, og eitt framleiðsluprojekt, sum gav størri hall enn væntað, og at vit mistu pening uppá einstakan debitor. Umframt tað hevði Fiskasølan við árslok seinast so stórar goymslur av fiski, sum tók longri tíð enn væntað at selja fiskin. - Tað eru hesi viðurskifti frá fyrra hálvári í ár, sum er orsøk til hallið, sigur Sverri Hansen. Eingin vil seta váðafúsur kapital í Í frágreiðigini hjá Ráðgevandi nevndini hjá forsætisráðharranum, verður nevnt, at Framtaksgrunnurin, sum eftir ætlan skuldi seta pening í virksemið, var treytað av, at aðrir pengaíleggjarir samstundis tóku lán ella settu eginpening í feløg, á hædd við tað, sum Framtaksgrunnurin setti í, men at áhugin ikki hevur verið stórur. Sambært frágreiðingini hevur Framtaksgrunnurin tí einamest sett pening í Fiskasøluna og Fiskavirking, tí tørvur hevur verið á góðum verkætlanum. - Er trupulleikin í virkseminum ikki politiska uppíleggingin, eitt nú sum í Miðvági herfyri? - Framtaksgrunnurin er ein vinnurekandi grunnur, sum er politiskt óheftur, við stýri og nevnd, sum hevur til uppgávu at reka fyritøkuna á forsvarligan hátt. Hann virkar eisini sum soleiðis, hóast hann ikki er skrásettur sum vinnurekandi í Føroyum. - Ein og hvør veit kortini, at Fiskasølan altíð hevur verið eitt hatursprojekt hjá politikarunum, og nú hevur Fiskavirking fingið sama leiklut. Hetta vilja politikararnir og fjølmiðlarnir eisini, og gera sær dælt av tí, sigur Sverri Hansen. Tað hevur leingi verið sóknast eftir, hvørjar ætlanir Framtaksgrunnurin hevur við Fiskavirking, og um raðfestingar eru gjørdar fyri, hvussu nýíløgur skulu gerast í ótíðarhóskandi og slitnu framleiðslutólini. Tað vil formaðurin ikki so fegin upplýsa. Bert vil hann siga, at nýíløgur verða gjørdar í virkið í Havn. Tað í gamla Bacalao, sum verður nútíðargjørt fyri 8-10 mió. krónur. Virkið skal framleiða kateringvørur, og verður útbygt til várs. - Skaðar tað ikki grunnin úteftir, at politikararnir seta treytir fyrivirksemið? - Um teir halda, at hetta gagnar føroyska samfelagnum, so er tað ikki annað enn tað, sum veljararnir ynskja. - Eg havi sum formaður samskifti við t.d. virkið í Miðvági og arbeiðsfólkini har. Tað er mín uppgáva. Uppgávan hjá politikararunum er at føra politikk. - Eg kann ikki leggja meg út í, hvat tingið ger. Tinglimir eru fólkavaldir og skulu lóggeva. Hetta er tann demokratiska skipanin. - Grunnurin er undir landsins lógum, og eg varð valdur til formann fyri Framtaksgrunninum, eftir at hann var skipaður. Tvinnir lutir eru í at velja Broytast grundreglurnar fyri grunnin, meðan eg siti her, so er tað uppgávan hjá tinginum at gera tað. Tað havi eg einki við at gera, sigur Sverri Hansen. - Í veruleikanum hava vit tveir lutir í at velja: Vilja føroyingar við Framtaksgrunninum brúka hann sum váðafúsan kapital til føroyska vinnulívið, sum ein nevnd skal arbeiða við. - Ella: Skal grundkapitalurin í grunninum nýtast til at tjóðra nevndina, sum alla tíðina skal vera bundin av politiskum treytum og vilja? - Velur tú tað seinna, so fer Framtaksgrunnurin frameftir at verða darvaður í sínum arbeiði, sigur Sverri Hansen. Hvat er best, vil formaðurin ikki støðu til. - Tað mugu politikararnir taka sær av, sigur Sverri Hansen. Vit hava viljan at rætta brekini Tað ringasta sum kann henda er, at vit bæði í Danmark og í Føroyum siga, at tað stendur væl til við ríkisfelagsskapinum, tí tað ger tað ikki. Álvarsamir trupulleikar eru, sigur Jóannes Eidesgaard, sum leggur dent á, at Javnaðarflokkurin er opin fyri hesum, og vil broyta hesi viðurskifti Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarflokksins - Uppskotið hjá okkum um eina sjálvstýrslóg hevur sum so ikki so nógv við búskaparligu støðuna at gera, og vit hava ikki nakrar ætlanir um at fremja nakra kollvelting innan ríkisfelagsskapin Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins í viðmerking til tað, sum danska blaðið Jyllands-Posten sigur í oddagreinini mánadagin. Jyllands-Posturin skrivar um >>Færøsk smertegrænse<<, og er tað fráboðanin frá Javnaðarflokkinum um eina sjálvstýrislóg, teir viðgera. Blaðið vísir á, at støðan í Føroyum, hóast framgongd, framvegis er >>usikker og skrøbelig, hvilket med uhyggelig klarhed fremgår af den årlige beretning frå Statsministeriets rådgivende udvalg<<. Blaðið vísir eisini á, at føroyskir politikarar ikki vilja lurta eftir góðum ráðum frá donskum politikarum. Vilja ikki taka ímóti góðum ráðum - Der er tale om en laden stå til-holdning, som går hånd i hånd med en støt stigende vrede over for råd og ønsker - for slet ikki at tale om krav - fra det officielle Danmark, skrivar blaðið, sum leggur afturat, at hendan vreiði serliga rakar Poul Nyrup Rasmussen - hvis partifæller på Færøerne er tæt på at undsige såvel ham som den bestående hjemmestyreordning, skrivar blaðið og leggur afturat, at Javnaðarflokkurin eisini heftur seg við, at danska stórnin noktar at koma við umbering fyri sera vánaligu viðgerðina av kanningararbeiðinum viðvíkjandi kreppuni. Blaðið sigur eisini, at formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, vegna flokkin hevur kravt eina nýggja sjálvstýrislóg, sum inniber fult sjálvstýri - fyribils tó innan ríkisfelagsskapin. Ótøkk er verðsins løn - Eidesgaard hartilsyneladende glemt alt om, hvordan han og andre færøske toppolitikere for fire-fem år siden bønfaldt Danmark om store lån, da økonomien befandt sig på randen af sammenbrud. Nu tillader han sig at påstå, at regeringen i kraft af sine betingelse for at yde trecifrede millionlån tilsidesatte hjemmestyreloven. - Utak er stadig verdens løn, sigur blaðið. Ikki ein spurn- ingur um pengar - Vit í Javnaðarflokkinum duga at síggja, at tað eru nøkur viðurskifti, sum treingja til munandi ábøtur, og fyri at fáa ríkisfelagsskapin at virka betur framyvir, er neyðugt at koma við broytingum, sigur Jóannes Eidesgaard. Jóannes Eidesgaard heldur, at danska blaðið hevur misskilt hetta málið, og als ikki skilir, hvat høvuðsmálið í ríkisfelagsskapinum er. - Fyri javnaðarfólk er ríkisfelagsskapurin ikki ein spurningur um krónur og oyru. Talan er ikki um viðurskifti, sum millum lángevara og lántakara. Teir gomlu plagdu at siga, at hvørja ferð tú setur krónur á ríkisfelagsskapin, so neglir tú seym í ta kistuna, sum ríkisfelagsskapurin liggur í. - Tí haldi eg, at blaðið avdúkar sína vantandi vitan um viðurskiftini, tá teir teingja heimastýrislógina saman við, at Dankark hevur latið landsstýrinum lán í samband við bankakreppuna. - Tað er rætt, at føroyski búskapurin fór fallit, men tað er júst bankakanningin, sum skal vísa, hvat fór fram, og um tað var soleiðis, sum okkum varð upplýst, sigur Jóannes Eidesgaard, sum tí ikki leggur í at viðgera handan spurningin meira. Sáttmáli millum tjóðir á jøvnum føti Jóannes Eidesgaard vísir á, hvussu óheppið tað er, at ríkisfelagsskapurin verður gjørdur upp í pengum. - Vit hava bæði danir og føroyingar, ið gera tað. Her hava vit Tjóðveldisflokkin, sum nú er so upptikin, at partur av blokkstuðlinum fer aftur til Danmarkar sum renta - og seinni eisini sum avdrøg, og at tað tí ikki er neyðugt at hava blokkstuðulin. - Men soleiðis hvusa vit ikki í Javnaðarflokkinum, sigur Jóannes Eidesgaard. - Lesur tú tað, sum teir gomlu javnaðarmenninir søgdu aftan á heimastýrislógina, og serliga tað, sum Petur Mohr Dam segði tá, so var talan um ein sáttmála millum tvær tjóðir, sum arbeiddu á jøvnum føti og við virðing fyri hvørjum ørðum. Men tann virðingin er burtur, tá annar parturin sum kreditorur fullkomiliga setur til síðis heimastýrislógina. Jóannes Eidesgaard vísir á, at danska stjórnin hevur dikterað hvussu vit skuldu gera við fiskivinnuna, sum altíð hevur verið føroyskt sermál. - Hetta er ein undirstriking av, at her eru nøkur brek, sum eru rættuliga sjónlig, og sum eiga at verða tikin til viðgerðar. - Hetta er eisini tað, eg havi sagt í brævi til Poul Nyrup Rasmussen, at eru vit góð við ríkisfelagsskapin, so eiga vit at síggja hesi brekini, og vera opin fyri at broyta tey. - Tað ringasta sum kann henda nú er, at vit bæði í Danmark og í Føroyum siga, at alt stendur væl til, tí tað ger tað ikki - trupulleikarnir eiga at verða tiknir til viðgerðar, sigur Jóannes Eidesgaard. Latið tey yngru fáa løn at ansa gomlum fólki heima - Setið ansingarlønina aftur í gildið so at tey yngru kunnu fáa løn fyri at ansa gomlum fólki heima. Hetta lættir trýstið á røktarheimini heilt munandi, sigur Signar Dam, kommunulækni, av gomlum royndum Fakfólk eru mestsum á einum málið um, at eldrarøktin er tann mest álvarsami, heilsupolitiski trupulleikin at loysa tey komandu árini. Men tað tykist ikki sum um fíggjarlig, ella politisk orka er til at loysa henda ovurstóra trupulleika, sum bara fer at veksa í stórum. Í hvussu so er muna tey tiltøk, ið sett verða í verk lítið og onki, tí fleiri hundrað fólk standa á bíðilista at sleppa inn á røktar- og ellisheim. Men ein, sum hevur eitt ítkøligt uppskot til, hvussu tað ber til at bøta munandi um støðuna, er Signar Dam kommunulækni á Tvøroyri. Á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum seinasta vikuskiftið, skeyt hann upp fyri flokkinum, at arbeitt varð fyri at seta ansingarlønina í gildi aftur. Tað er ikki nóg mikið at byggja ellisheim. Tey skulu eisini brúkast - og tað er dýrt, segði Signar Dam. Hvussu dýr tey eru í brúki, eru heimini á Sandi besta dømi um, har tað hevur gingið sera strilti at fáa ráð til at taka tey í brúk, helt Signar Dam. - Tað er nevniliga serstakliga dýrt at ansa teimum gomlu á stovni. Signar Dam hevur verið kommunulækni ein mansaldur í einum øki við ellis- og røktarheimi, og hevur tí havt høvi at eygleitt støðuna undir ymsum skipanum. Ansingarløn aftur í gildi At bíðislisti er at sleppa inn á ellis og røktarheim, er onki nýtt. - Tað hevur tað altíð verið, eisini á heiminum í Suðuroynni, segði kommunulæknin. Men hann mintist, at tá ið skipanin við ansingarløn var í gildi, hevði tað hjálpt munandi uppá bíðilistarnar. - Tíverri varð skipanin so leyðsliga umsitin undir einum ávísum landsstýrismanni ( Niels Paula Danielsen, blm), at hon kom í so ringt orð, og datt niðurfyri. Signar Dam sigur, at hansara royndir av skipanini við ansingarløn vóru tær, at hon lætti munandi um trýstið á røktarheimið í Suðuroynni. - Væl var bíðilisti, men tað hendi seg meiri enn so, at táið eitt pláss varð tøkt á røktarheiminum, kundi tað knípa at fáa fólk at taka tey, tí tey vórðu ansað heima av fólki, sum fekk løn fyri tað. Ein bílig skipan Hann segði, at ansingarlønin var ein skpan, sum báði var bílig og effektiv. Samstundis, sum bíðilistarnir minkaðu í stórum, er tað nógv bíligari at geva fólki løn fyri at ansa gomlum fólki heima, heldur enn at hava tey á stovni. - Lønin var ikki stór, einar 5.000 - 6.000 krónur um mánaðin. - Hinvegin kostar eitt pláss á røktarheimi einar 30.000 krónur um mánaðin. - Eg skal leggja høvdið á blokkin uppá, at verður ansingarskipanin tikin uppaftur, endurskoðað, og sett í verk aftur í eitt sindur broyttum líki, høvdu bíðilistarnir til røktarheimini stytst heilt munandi, segði Signar Dam. Takið avmarkingar av Men hann heitti samstundis á politikarar um at taka ymsar óhepnar avmarkingar av. Hann vitsti t.d. um konu, sum var hildin uppat at arbeiða við fólkapensjón, men hon ansaði framvegis sínum elligomlu foreldrum, og tað var 24 tíma arbeiði. - Tað hevði verið heilt rímiligt, at hon fekk ansing, men tað kundi hon ikki fáa, tí hon var pensjonerað. Hann viststi eisini dømi um pensjoneraðan mann, sum annars var hampiliga væl fyri og hevði hug at fáast við seyð o.tíl. - Men konan var so illa fyri, at hon kravdi røkt. - Ansing kundi maðurin ikki fáa, tí hann var pensjoneraður. Signar Dam segði, at hetta vóru langt frá eindømi. Hann spurdi eisini, hvar øll tey gomlu eru, sum í dag standa á bíðlista. - Tey verða kanska ansað men undir viðurskiftum, sum ikki eru nøktandi fyri tey - ella tey, sum ansa tey. - Tí ofta tekur slík ansing órímiliga nógvar møguleikar at liva frá teimum, sum skulu ansa. - Tað kann eitt nú verða , at tað ikki ber til hjá eini dóttir, ella verdóttir at arbeiða, tí tey noyðast at vera heima at ansa gomlum foreldrum, ella verforeldrum. Fekk øln fyri at ansa útróðrarmanni Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins helt, at tað kundi verið skilagott at umhugsa ansingarskipanina aftur. Men hann segði, at so mátti hon broytast, tí hon varð misbrúkt so ótrúliga illa, at hann hevði sjálvur verið vð til at tátta í av álvara, tá ið hann var landsstýrismaður í almannamálum. Hann nevndi eitt dømi um konu, sum fekk ansingarlæn fyri at passa eldri mann, sum var av raskastu útróðrarmonnum. Tey mintust eisini dømi um dóttir sum fekk løn fyri at ansa pápa sínum, men einaferð fólk frá Almannastovuni komu at vitja, stóð gamli og málaði tak. - Fyri at siga tað bart út, so umsat Niels Pauli Danielsen ansingarskipanina so út av lagi illa, at hann tók grundarlagið undan henni, segði Jóannes Eidesgaard. - Men hann helt, at tað hevði verið skilagott at tikið skipanina uppaftur og endurskoða hana, tí í grundini var hon góð. - Men so má fortreytin verða, at hon verður umsitin, forsvarliga. Hann segði annars, at talan bleiv ikki um at byggja fleiri stovnar, tí tað var tíðin farin frá. Hinvegin var dentur lagdur á at byggja smá sambýli, sum vóru bílig, og góð, sum tey gomlu trivust ómetaliga væl í. Hinvegin vóru onnur, sum ikki hildu, at ansingarskipanin var rætti vegurin at fara, tí hon loysti ikki trupulleikan. Signar Dam svaraði aftur, at hann var fullgreiður yvir, at hon loysti ikki allan trupulleikan, men tað hjálpti munandi uppá hann. á la carte Javnaðarflokkurin ynskir sær eina aðra skipan, enn ta traditionellu, í felagsskapinum við Danmark Eina skipan, ið javnsetur allar borgarar landsins Nú okkara kosnu menn og kvinnur eru í ferð við at gera eina nýggja kommunuskipan fyri landið, eigur at liggja allar fremst í huga, at allir landsins borgarar skulu verða eins væl fyri í vælferðarsamfelagnum - og tað líka mikið, hvar í landinum fólk hava valt at búseta seg. At Føroyar eru eitt oyggjasamfelag setur eisini serlig krøv. Sjálvandi kunnu vit ikki krevja, at somu tilboð verða í øllum bygdum í landinum, men vit eiga at gera skipanirnar soleiðis, at allir borgarar hava javnbjóðis møguleikar. Kommunusamanlegging tykist vera alt og eitt hjá landsstýrismanninum í kommunumálum, sum í fullum álvara tosar um at tvinga kommunur at leggja saman. Hetta er púra burtur við. Vit kunnu halda tað vit vilja um, at vit í Føroyum hava hálvthundrað kommunur - at tað kanska er ov mikið. Men tað er kortini ikki her, hundurin liggur grivin. Heldur eiga vit at broyta kommunuskipanina soleiðs, at talið á kommunum ikki verður so týdningarmikið. Í dag fer meginparturin av útreiðslunum hjá kommununum til lógarbundnar útreiðslu, sum kommunurnar als onga ávirkan hava á. Soleiðis eigur ikki at vera. Hesin parturin eigur at verða landsuppgáva burturav, og vit eiga at fáa eitt greiðari býti millum, hvat er landsuppgáva og hvat er kommunuuppgáva. Tí eigur greitt at verða sett upp, hvat ein kommuna fíggjarliga og umsitingarliga einsamøll til fulnar eigur at røkja í nærumhvørvinum. Tað, sum er landsuppgáva, men har umsitingin nátúrliga hevur heimarætt í einum størri avmarkaðum øki. Tey mál, sum eru landsuppgávur og eiga at miðskipast, men hava umsitingardeildir við ávísum myndugleika úti í økjunum. Og tey mál, sum fult og heilt eru landsuppgávur. Kommunurnar eiga tá fult og heilt at taka sær av at fyrireika, standa fyri, ella saman við øðrum taka lut í vinnuskapandi virksemi í heimaumhvørvinum, at skipa kommununa tekniskt, at byggja og umsita havnir og lendingar og at standa fyri trivnaðinum í kommununi. Kommunuskatturin verður tá sjálvandi settur út frá hesum, og verður hann munandi lægri, enn hann er í dag - og, tað týdningarmesta av øllum - tað verður meira eins at liva í ymsu kommununum, enn tað er í dag. Nýggja kommunuskipanin SKAL javnseta ALLAR borgararnar, tí vit skulu ikki hava eitt samfelag við fyrsta og annanfloksborgarum. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Lot til andøvsgul av norði, sólglottar, men ælingur av og á. Hitin millum 5 og 8 stig. Fríggjanáttina frískar hann vindin. Veðrið fríggjadagin: Fyrst gul til stívt andøvsgul av norði, sólglottar og hitin um 5 stig. Út á dagin veksur hann vindin upp í hvassan vind ella skrið av landsynningi og um kvøldið regn. Hitin kemur upp í eini 8 stig. Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin: Hvassur vindur ella skrið av suðri og landsynningi og stundum regn. Rættuliga lýtt - millum 7 og 10 stig. Í gjár: Eitt víðfevnandi lágtrýst millum Føroyar og Skotland stendur í fyrstuni mestsum í stað, men fríggjadagin fer tað norðureftir. Í dag: Eitt nýtt lágtrýst við New Foundland fer í landnyrðing til havið eystanfyri Hvarvið. Brúgvalagið haðani verður væntandi við Føroyar um vikuskifti. Datt á sjógv Mánakvøldið datt ein fullur maður á sjógv í Vágsbotni. Nøkur fólk komu av tilvild framvið, og tað eydnðist hesum fókum at draga tann fulla upp á turt. Manninum bagdi einki, men fólkini boðaðu kortini politinum frá. Á politistøðini fekk tann fulli eitt brúsibað, og síðan varð hann ballaður og fekk loyvi at sova á støðini, meðan hann kom fyri seg aftur. Verið ikki so bráð í telefonini! Ein lesari gremur seg um, at tað er so ofta, telefonin ringir, men tá hon verður tikin, er eingin í telefonini. - Eg veit fleiri, sum gremja seg um tað sama, at fólk eru alt ov kvik at leggja á aftur, verður telefonin ikki tikin beinanvegin. - Nógv fólk leggja bara á, um telefonin ikki er tikin, tá hon hevur ringt tvær ella tríggjar ferðir. Tey skulu ikki vera so bráð, tí vit eru nógv, sum brúka eina løta til at koma til telefonina. - Vit sita ikki øll við telefonina allan dagin, og orsøkirnar kunnu vera fleiri til, at telefonin ikki verður tikin beinanvegin. Summi eru illa gongd, onnur eru langt frá telefonini, tá hon ringir, ella vit standa við onkrum í hodunum og fáa ikki tikið telefonina beinanvegin. - Vælsignaðið, latið telefonina ringja nakrar ferðir aftrat næstu ferð, áðrenn tit leggja á, tí einki er so forargiligt sum at taka telefonina, og tað er lagt á, sigur lesarin. Fríggjadagur 14. november 1997 Nú hava 80 fólk arbeitt hvønn dag í Sandoynni - Henda tíðin hevur ikki gjørt annað enn sannført meg um, at hetta var tað rætta. Men høvdu vit ikki bæði virkini, hevði tað ikki, gingið, sigur Egil Olsen Seinastu tíðina hevur verið nógv arbeiði á báðum flakavirkjunum í Sandoynni. Longu táið ið virkið á Sandi var upplatið 25. september, segði stjórin í Sandoy Seafood, Egil Olsen, at gongd fór ikki rættiliga at koma á, fyrrenn virkið í Skopun eisini varð upplatið. Og higartil hevur gingið sjón fyri søgn, at so varð. Tí higartil hevur verið arbeiðið á báðum virkjunum hvønn einasta dag, líka síðani flakavirkið í Skopun eisini varð latið upp tann 14. oktober. Tað, eftir er av hesi vikuni verður onki øðrvísi. Tilsamans hava eini 80 fólk verið til arbeiðis á tilsamans á báðum virkjunum. Og yvirtíð hevur ikki verið ókend, tí ofta hevur verið arbeitt til klokkan sjey um kvøldið, og onkuntíð til klokkan níggju. Á teirri einu linjuni í Skopun hava tey arbeitt í tveimum vaktum. Men tað hevur verið fyri at arbeitt smáhýsuna undan. Egil Olsen, stjóri á Sanddoy Seafood sigur, at í síðstu viku tóku tey ímóti 250 tonsum. Og tilsamans hava tey tikið ímóti 800 tonsum síðani arbeiðið varð tkið uppaftur í skopun fyri einum mánaða síðani í dag. Nógvur útróðrarfiskur Mesti fiskurin kemur frá trolarunum í oynni. Men í Sandoynni eru eisini nógvir útróðrarbátar, og tað hevur verið heilt nógv at fáa hjá teimum hesa seinastu tíðina. Egil Olsen sigur, at teir hava fingið upp ímóti 300 sentnarar um dagin frá útróðrarbátunum. Tað eru 15 tons av útróðrarfiski um dagin. Eitt sindur er eisini keypt á uppboðssøluni á Toftum. Hesa vikuna hava tey keypt 50 tons á uppboðssøluni. Tað verður flutt suður við Strandferðsluni. Egil Olsen sigur, at hetta er góð tíð til fisk, men hann væntar eisini, at tað koma slakari tíðir, táið veðrið verður verri í vetur, tí fiskiskapurin, ikki minst útróðurin, stendur og fellur við veðrinum. Hann sigur, at toskafiskiskapurin er minkaður eitt sindur í seinastuni, men samstundis er tað góða hent, at tað hevur verið væl meiri av fáa av hýsu. Styrktir í trúnni Egil Olsen sigur, henda tíðin, sum farin er, hevur ikki gjørt annað, enn styrkt hann í trúnni uppá, at tað var eitt rætt tiltak at fara undir fiskaarbeiði í Sandoynni. - Tað hevur gingið minst líka væl, sum vit høvdu væntað. Og tað gongur betri og betri so hvørt vit sleppa av við fleiri og fleiri barnasjúkur. Fíggjarlíga úrslitið klagar hann heldur ikki um. - Skiftisavlopið er í lagi. táið havt verður í huga, at fólkið er ikki fullvant enn, og vit av tí sama ikki hava rættiliga fingið ferð á framleiðsluna. Akkurát, hvussu stórt skiftisavlopið er, vil hann ikki siga. - Men so hava vit jú tann fyrimun, at tað kann bara batnað, so hvørt fólkið kemur í betri venjing. - Og eitt er vist: Hugurin, og viljin til at fáa hetta at bera til er so góður, sum eg ongastaðni havi sæð hann fyrr. Tað er eitt øgiligt ágrýtni,sigur EgilOlsen. Hann heldur eisini, at tað er sjónligt, hvussu góða ávirkan tað hevur havt á fólkið, at tey aftur hava arbeiðið. - Konur og menn eru blivin glað aftur. Og tá foreldrini eru glað, verða børnini eisini glað. Tað smittar ígjøgnum alt samfelagið. Máttu hava bæði Men ein avgjørd fortreyt fyri at tað gongur er, at vit hava bæði virkini í oynni, so vit fáa samskipað arbeiðið, leggur hann afturat. Hann sigur flutningurin til og úr Sandoynni er ein so stórur fløskuhálsur, at tað er neyðugt at kunna keypa heilar lastir. Og tað fáa teir bara gjørt, um teir fáa arbeitt allan fiskin. Og tað fáa teir bara gjørt um teir fáa arbeitt á báðum virkjunum og flutt fiskin ímillum. Teir hava býtt tað soleiðis upp, at í Skopun hava tey virkað feskan og frystan fisk, og á Sandi hava tey saltað. Tað hevur verið okkara stóra styrki, leggur stjórin afturat. Tað hevur annars verið ført fram, at tað ber ikki til at hava lønandi fiskaarbeiði í Sandoynni? - Tað er tvætl. Tað má standa fyri teirra rokning, sum hava sagt tað. Vit hava alla tíðina trúð, at tað ber tiltað ber væl til. Og henda tíðin, sum farin er, hevur bara styrkt okkum í trúnni, sigur Egil Olsen. Loysir ikki grundleggjandi trupulleikar Egil Olsen sigur, at tað góða veðrið og tann góði fiskiskapurin hava uttan iva gjørt sítt til, at tað tað hevur verið meiri fiskur at fáa, enn vanligt. Men hann heldur ikki, at tað veksandi útboðið hevur ávirkað prísin nakað serligt. - Prísirnir hava verið gó-ir, tó at prísurin á hýsu er fallin eitt sindur, sigur hann. - Hinvegin svingar toskaprísurin ikki so nógv við útboðnum, tí tað eru so nógvir keyparar. - Men kanska hevur tað eisini havt sína ávirkan, at møguleikarnir at avmarkingar útflyta óvirkaðan fisk, eru avmarkaðir. - Avmarkingarnar gera, at føroyski keyparin sleppur í hvussu so er at vera við í kappingini um fiskin. Tó ivast hann í, um tað er rætt at avmarka skipini fyri tí um fiskivinnan á landi er í trupulleikum. Í øllum førum heldur hann ikki, at avmarkingarnar loysa teir grundleggjandi trupulleikarnar í fiskivinnuni, og tað er kostnaðarstøðið. - Og kostnaðarstøðið er so nógv annað enn lønir. Kostnaðarstøðið er spurningurin um keyp, sølu, flutning, lønir, og, hvussu nógv fæst burturúr hvørjum arbeiðstíma o.a. Og tað eru nógv viðurskifti, sum ikki eru nóg góð. Flutningurin er ikki nóg góður og tað gongur ikki nóg væl at selja, hóast tað gongur framá. - Og hesar truplleikarnar loysa vit ikki við forðingum. - Tó kundi hann hugsa sær eina liðiligari lønarskipan, eins og tey hava í Íslandi. - Í Íslandi er grundlønin lág, men tey hava so nógvar bonusskipanir, at táið nógv kemur burturúr hvørjum arbeiðstíma eru lønarútreiðslurnar samanumtikið kanska líka høgar sum í Føroyum. Egil Olsen heldur eisini, at bygnaðurin er skeivur. Hann sigur t.d., at íslendska fiskivinnan gongur avbera væl. - Ein stórur munur á fiskivinnuni í Íslandi, og í Føroyum, er, at í Íslandi er hon samskipað lodrætt. Tvs, at skip og virkið hoyra saman, í neyvum samstarvi við søluliðið. Var tað ikki akkurát hetta, vit vildu sleppa undan? - Jú, eg veit. Men spurningurin er, um tað var tað rætta at gera øll liðini í fiskivinnuni leys av hvørjum øðrum. Egil Olsen sigur, at sum er, hugsar høvrt liðið í føroysku fiskivinnuni bara um seg sjálvt. - Men eru øll undir sama hatti, ber til at hugsa um heildina. - Tvs, at tað ber til at hava undirtskot í einum liði eitt ávíst tíðarskeið, um tað tænir heildini, tí hini liðini kunnu hjálpa til at fíggja undirskotið. Kjølar avdúka alt á internetinum Rockbólkurin Kjølar er komin á internetið, og á heimasíðuni hjá teimum ber til at lesa alt um bólkin ­ eisini um tær mest pínligu hendingarnar, teir hava verið úti fyri Leygardagin 22. desember kemur nýggj fløga við Kjølum. Á fløguni eru 9 enskir sangir Nú er tað ikki longur nøkur loyna, at gittarspælarin í Kjølum, hin famøsi Jens Marni Hansen, einaferð helt, at Kolumbus fann mánan! Og tað kann heldur ikki fjalast, at basspælarin Jens Tummas Næss dámar konufólk í leðurbuksum, ella at sangarin Singar í Homrum droymir um at gerast heimsins besti sangari, gittarspælari og sangskrivari. Alt hetta (og nógv afturat) er til skjals á internetinum, sum milliónir av brúkarum kring allan heimin hava atgongd til. Føroyski rockbólkurin Kjølar er komin á internetið, og heimasíðan hjá teimum fortelur alt um bólkin og teir fýra limirnar í bólkinum. Á www.kjolar.faroenet.fo kunnu fólk finna fram til tær mest pínligu hendingarnar, sum Kjølar hava verið úti fyri, og teir best goymdu loynidómarnar um limirnar í bólkinum, sum vit ikki skulu adúka her í teigunum. Svara nærgangandi spurningum Á heimasíðuni verður greitt frá nær bólkurin varð stovnaður og teir fýra tónleikararnir, Signar í Homrum, Jens Marni Hansen Jens Tummas Næss og Henning Nicodemussen, sleppa at svara nærgangandi spurningum. Eisini ber til at síggja hópin av myndum frá konsertum, og kápurnar á nýggju útgávunum hjá bólkinum, sum koma í næstum, eru eisini lagdar á heimasíðuna. Harafturat er eisini møguleiki at fáa upplýst nær og hvar Kjølar spæla til konsert, og hevur tú serligan tokka til bólkin, kanst tú seta teg á mailinglistan hjá teimum, og so fært tú tíðindi um bólkin, so hvørt, sum nakað er at frætta. Eisini ber til at seta seg í samband við bólkin umvegis internetið, og e-mail adressurnar, sum tú hevur brúk fyri, skalt tú gera tað, finnast allar á heimasíðuni. Heimasíðan er snøgg og professionelt uppsett, og alt, sum er skrivað, er skrivað á enskum. PR á netinum Heimasíðan hjá Kjølum er gjørd í sambandi við at bólkurin í næstum fer at geva út tvær nýggjar fløgur. Og hóast heimasíðan ikki er vorðin almenn enn, tað verður hon ikki fyrrenn í næstu viku, tá hon samstundis verður updaterað, ber til at vitja inn á hana. Kjølar geva leygardagin 22. november út fløguna Time, har 9 enskir sangir eru á, og í desember mánaði kemur út EP1in Skýmandi kvøldið, har tríggir føroyskir sangir eru á. Tað er við vilja, at Kjølar hava skilt teir ensku og føroysku sangirnar at, og tí fáa vit í næstum tvær, heldur enn eina, fløgur frá føroyska rockbólkinum, sum rættiliga hevur sligið ígjøgnum í ár. Vandamiklar teoriir Jerry Fletcher (Mel Gibson) livir í støðugum ótta. Hann veit ikki rættuliga, hvørjum hann er bangin fyri, men tað hevur eitthvørt við fortíðina at gera, sum hann ikki minnist. Julia Roberts og Mel Gibson hava høvuðsleiklutin Hann arbeiðir á førarasetrinum í einum gulum taxa í New York, og ferðafólkið undirheldur hann við við sínum paranoidu fantasium og teorium. Teoriirnar snúgva seg nógv um samansvørjingar. Jerry Fletchar heldur, at >>teir<< stýra øllum, og at vit øll eru offur fyri einum gevaldigum komplotti. Teoriirnar umfata bæði stórt og smátt - ótta fyri øllum frá fluori i vatni til stórar altjóða búskaparligar avtalur. Men Jerry er ikki so býttur. Eitt stað, langt afturi í tíðini, í minni hansara, liggur minnið um ræðulig og samstundis veruligar upplivingar, at Jerry er vísir í, at tað ikki bara er nakað hann billar sær inn. Tá Jerry ikki koyrir taxa, savnar hann allar tær upplýsingar, hann finnur um samansvørjingar. Hann skrivar tær niður og vísir m. a. Alice Sutton (Julia Roberts) tær, sum - hóast hon fleiri ferðir hevur tveitt hann á dyr í løgmálaráðnum, hevur eitt sindur av samhuga fyri honum og hansara hugskotum. Alice Sutton stríðist eisini við sínar egnu tvangstankar. Hon trýr ikk upp á almennu forkláringarnar um morðið á pápa hannera, ein estimeraðan dómara, sum varð myrdur fyri fleiri árum síðani. Og hon trýr heldur ikki, at tann maðurin, sum varð dømdur fyri morðið er tann rætti. So hon nýtur stóran part av lívinum til sjálv at kanna málið. Málið um Jerry fær aðra vend, tá hann verður burturfluttur av tí gátuføra sálarfrøðinginum, Dr. Jonas (Patrick Stewart), sum er eins áhugaður í at finna út av, hvat krógvar seg í heilanum hjá Jerry, sum hann sjálvur er. Men kanningarnar hjá dr. Jonas eru brutalar og um at kosta Jerry lívið. Og eftir eina dramatiska flukt, trínur hann fram hjá Alice, sum nú verður noydd at taka teoriir hansara í álvara. Brádliga er taxasjaførurin og løgfrøðingurin vilst. Undir fluktini finna tey út av veruleikanum, sum hevur týdning fyri tey bæði. Jerry vil verja Alice við lívi sínum - men hví! - móti hvørjum? og hvar kemur Jonas inn í myndina? Man talan kortini vera um eina stóra samansvørjing? Vágatunnilin í Útvarpshøllini í dag Almennur fundur verður um evnið í útvarpshøllini kl. 14 í dag, har Sámal Petur í Grund fær handaðan bóklingin >>Vestmannatunnilin - ein lysing<< Nú eru røddir aftur farnar at tosa um undirsjóvartunnil undir Vestmannasundi Málið um fast samband um Vestmannasund er aftur vorðið aktuelt. Herfyri boðaði landsstyrismaðurin í samferðslumálum frá, at hann fór at taka málið uppaftur, og nú hevur Vága Vinnufelag latið gera bókling um evnið. Bóklingin >>Vestmannatunnilin - ein lýsing<< hava Suni á Dalbø, samfelagsfrøðingur og Ólavi W. Høgnesen, sosiolog skrivað. Í bóklinginum, sum er 30 síður, verður lagt til grund, at Føroyar í dag standa á einum vegamóti - partvís við tað, at útjaðarin viknar og meginøkið mennist í kjalarvørrinum av kreppuni, og partvís við at oljuvinnutilgongdin fer at seta nýggj og serlig krøv til samferðslukervið. Við hesum útgangsstøði verður spurningurin um fast samband um Vestmannasund lýstur í tveimum høvuðstáttum. Fyrst verða ymisk samfelagslig atlit viðgjørd, her verður komið inn á evnini samfelagsbúskap, politiskan bygnað, vinnulig áhugamál og sosialan trivnað. Hvørjir trupulleikar eru í verandi støðu og hvørjar fyrimunir, og hvørjar vansar fer eitt fast samband at hava við sær. Í seinna høvuðspartinum verður komið inn á sjálvan tunnilsspurningin. Hvat er ein undirsjóvartunnil og hvørji krøv verða sett til hann. Ein avgerandi spurningur í hesum viðfangi er spurningurin um trygd, og í hesum sambandi hava høvundarnir verið í Noregi og kunnað seg við krøvini har. Í hesum kapitlinum verður eisini nortið við tann avgerandi spurningin um, hvat ein tunnil kostar at gera og at brúka; eru fólk sinnað at gjalda fyri at koyra ígjøgnum ein tunnil, og verða tey fleiri í tali enn í dag? Frágreiðingin >>Vestmannatunnilin - ein lýsing<< verður handað Sámal Peturi í Grund, landsstýrismanni í samferðslumálum, í útvarpshøllini kl. 14 í dag. Tá verður eisini pallborð, og við borðið sita umframt teir báðar høvundarnar eisini Bjarni Olsen, búskaparfrøðingur og Henning Jacobsen, landsverkfrøðingur. Fundurin er almennur, men innbjóðing er send umboðum fyri Løgtingið, landsstýrið, kommunur o.ø. Poul Johannes Lindberg 90 ár Faðirættin hjá Poul Johannes kom í mong ættarlið frá teimum gomlu óðalsfólkunum í Trongisvági. Fyri at fara eitt sindur aftur í tíðina: Annika og Hans Pauli í Kelduni vóru langomma og langabbi hansara. Dóttir teirra, Marianna, og maður hennara, Poul Johannes Lindberg í Syðratoftum, vóru omman og abbin. Sonur Marionnu og Poul Johannes, Hans Jacob Lindberg, og kona hansara, Maria, vóru foreldur at honum, ið nú fyllir níti. Móðurin, Maria, var úr Havn, dóttir Biritu Jacobsdóttir, av ovara Miðgerði í Kollafirði, og Petur Petersen, innan av Saltnesi. Petur var bróður Petersen, próst. Poul Johannus Lindberg var elsti leikarain í Barbaru-filminum - her sæst hann saman við yngsta leikaranum Tann 14. november 1907 varð Poul Johannes borin í heim í teimum gomlu ættarhúsunum í Syðrutoftum, sum nú er burtur. Maria og Hans Jacob bygdu seinni á Brekkunum við Marknagilsánna, nakað vestanfyri Bedingina. Tey áttu 4 børn: Marionna (Lillian), Poul Johannes, Petur Frits og Berthu. Eg minnist sum barn einki til Poul Johannes, tí tá var hann langt síðan farin norður til Havnar, har hann nú hevur búð í gott 70 ár. Í dag býr hann framvegi einsamallur í sínum egna húsi, og klárar seg við eini heimahjálp. Mamma hansara og mamma mín vóru skyldar frá Miðgerði, og tí kom eg mangan, saman við mammu, í heimið við Marknagilsánna. Poul Johannes var gróðursettur í einum umhvørvi, har javnaðarhugsjónin varð hávird, og hesi hugsjón hevurhann alt lívið verið trúgvur ímóti, ja, hann gongur enn víðari í hugsjónum sínum og heldur, at Føroyar fyrst av øllum eiga at gera seg leysar av øllum útlendskum yvirvaldi. Sum 14 ára gamal fór Poul Johannes í krambúðina á Hvítanesi og arbeiddi har, til hann 4 ár seinni fór norður um fjørð at arbeiða í handlinum hjá mammusystur síni, Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu í Havn. Vetrarkvøldini nýtti hann til at læra seg bókhald o.a. hjá tí vællærda Olaf Petersen úr Fuglafirði. Tað fyrsta, eg minnist Poul Johannes, var, tá eg undir krígnum gekk í Handilsskúla í Havn, har hann var kennari í bókhaldi. Poul Johannes var ein sera góður og avhildin lærari, ið aldri setti seg sjálvan >>uppá tann høga hestin<<, soleiðis sum nógvir lærarar høvdu fyri vana tá í tíðini. Hetta starv, sum kennari í bókhaldi, hevði hann langt út um pensiónsaldur. Poul Johannes var eisini í 30 ár bókhaldari hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, og tá tey hátíðarhildu 75 ára stovningardagin, gjørdu tey Poul Johannes til heiðurslim í felagnum. Nógv er at skriva um Poul Johannes og hansara virksama lív. Undir krígnum, til dømis, tá hann var virkiseigari og hevði fólk í arbeiði hjá sær at gera pappírsposar í ymiskum støddum. Einaferð seinni, tá hesir frálíku pappírsposar langt síðan vóru farnir í søguna, spurdi eg Poul Johannes hvussu í verðini hann hevði fingið tað frálíka hugskot at fara undir Posavirkið. Tá svaraði hann stutt og greitt. Sum krambakallur var eg so >>leddur og keddur<< av at gera kramarhús, tí var tað! Felagsskapsmaður hevur Poul Johannes altíð verið. Hann var m.a. við til at stovna B 36 á sinni. Tá tey herfyri hildu stóru 60 ára veitsluna, varð hann sjálvsagt boðin við, og hann tók av, tí tá ið sinnið er ungt, hava nærum 90 ár á baki einki at týða. Fyri ungmannafelagið Merkið var Poul Johannes ein sera virkin nevndarlimur, og somuleiðis í Havnar Sjónleikarfelag gjørdi hann eitt stórt arbeiði, har hann var nevndarformaður í fleiri ár. Fyri ikki um at tala øll tey mongu hoyrispøl og sjónleikir, hann var við í gjøgnum árini, bæði barnaleikir, skemtileikir og sorgarleikir. Hann hevur altíð verið ein frálíkur >>karaktersjónleikari<<, bæði tá ið tað snúði seg um teir stóru, berandi leiklutirnar, men ikki minst í teimum smáu, nakað vit so sanniliga mugu ásanna, nú hann vísti sítt kynstur sum filmssjónleikari í heyst. Poul Johannes hevur altíð verið heilur, har hann var. Ein stillførur og avhildin mentamaður er Poul Johannes, ið ikki minni enn tvær ferðir hevur vunnið í ritgerðarkappingum hjá Fróðskaparsetrinum. Poul Johannes er ein andans og hjartans Edelingur, og eg vil enda hesar reglur við at takka fyri stóra trúfesti hansara móti mær og mínum ígjøgnum hesa hálvu øld, vit hava kennst. Veri tú heilur og happadrúgvur. Bergliot Petursdóttir Hin reini høvuðsstaðurin Hóast íslendski høvuðsstaðurin, Reykjavík, ikki er nakar stórur býur í altjóða samanhangi hvat fólkatali viðvíkur, stendur hann einki aftan fyri aðrar, tá hugsað verður um innihaldið Í Íslandi hava fólk sans fyri at lata seg í. Tað er einki við at koma slongjandi í útvaskaðum cowboybuksum, um tú ætlar tær út at eta saman við vinfólki eitt vanligt gerandiskvøld. Fólk eru klødd sum til brúdleyps. Og tað skapar virðing. Bæði um fólkini sjálvi og um staðið, komið verður til. Hóast dýrt er í Reykjavík, er ikki líkt til, at íslendingar lata tað ganga út yvir klædnabúnan. Tann, sum klagar um, at tað ikki er livandi fyri høgum prísum í Føroyum, hevur meira enn eitt sindur at uppliva, samanborið við íslendskar prísir. Og hóast tímalønin er nógv lægri enn okkara, er líkt til, at íslendingar klára at liva. Og teir liva eftir øllum at døma væl. >>Hvussu vit gera?<< undrast Einar, tá eg spyrji. >>Vit arbeiða bara so mikið meira.<< Reinur býur Reykjavík er reinur býur. Tað slepst ikki undan at leggja til merkis, hvussu rein luftin er í mun til aðrar stórar býir. Eingir stinkandi skortsteinar. Og vegir og gøtur eru rein og noslig. Væl ruddað, so tað er ein frægd. Tí stendur tað sum ein greflig andsøgn, at ikki so fá hús og bygningar annars kortini tykjast hava eina ábót fyri neyðini. Tað tykist, sum gamlir bygningar mangan ongan góðan eiga, meðan teir nýggju, modernaðu, sum stinga seg upp ymsa staðni, avgjørt standa mát við teir, ein sær í øðrum stórbýum. Eg slái meg til tols við, at ivaleyst verða hesir gomlu tiknir niður, og nýtt bygt í staðin. Ikki tí, pláss er saktans fyri at byggja aftur at uttan at taka tað verandi niður. Nógv arbeiði Tað tykist vera nakað um tað, sum Einar segði, at íslendingar arbeiða bara so mikið meira. Bæði leygardag og sunnudag eru handverkarar og aðrir arbeiðsmenn til arbeiðis um allan býin. Tað undraði eitt sindur, at teir vóru í ferð við at asfaltera Laugarveg sunnudag klokkan ellivu. Tað hevði helst ikki hent í Niels Finsensgøtu hesa tíð á degnum. Og í handlunum íiða um sóust málarar, timburmenn umframt tey vanligu krambafólkini, sum fluttu og stillaðu út. Eisini stóru matvøruhandlarnir høvdu tikið við tí, sum vanligt er at síggja aðrastaðni. Onkur var, sum hevði opið allan seinnapartin sunnudagin líka til klokkan ellivu á kvøldi. Tað flytir nógv fólk til Reykjavíkar, og býurin veksur. Av tí sama krevst sjálvsagt okkurt at vera í. Og tað merkir aftur arbeiði. Nógvir stórir kranar eru í gongd, og byggivirksemið tykist vera nógv. Kolaportrið Ein rundferð í miðbýnum í Reykjavík endar ofta í Kolaportrinum. Kolaportrið er eitt marknaðarpláss beint við havnina. Eitt stað, har tú kanst fáa alt millum himmal og jørð. Tað kendist sum á suðurlendskum marknaðarplássi. Hundraðtals - kanska túsundtals - fólk gingu og mólu. Hugdu, føldu og snoddaðu at ymsum, sum boðið varð fram. Og har var alt frá gulloyraringum til vakuumpakkaðan hákarl. Millum stórar dungar av turrum fiski í ymsum pakningi, royktan laks, siðnan smáfisk og hákall, sum skorin var í bitar og settur á pinnar, stóð ein ung genta. Spurd, hvat hetta á pinnunum var fyri nakað, svaraði hon: >>Whale.<< Nú. Eg royndi at siga henni, at hvalur var hetta ikki, men tað vildi hon líkasum halda uppá. Ein eldri kona uttan fyri diskin legði so upp í samrøðuna og fortaldi báðum, at hetta var hákallur, sum eg slapp at smakka. Smakkurin var onkunstaðni millum turran fisk og lakaspik, tóktist mær. Við síðuna av var ein básur við tónleikaraútgerð. Og fremst í diskarúgvuni á borðinum sást smílandi sníðið á starvsfelagnum Njálli. Herfølge reyk úr steypakappingini Fótbóltur: Liðið hjá Jákupi Mikkelsen tapti mikukvøldið kvartfinaluna ímóti Ikast FÓTBÓLTUR: Mikukvøldið vóru tvær av kvartfinalunum í donsku steypakappingini, Compaq Cup. Og annað liðið, sum føroyskur spælari spælir við, varð sent úr kappingini. Tað var liðið hjá Jákupi Mikkelsen, Herfølge, sum á útivølli mátti lúta 3-2 fyri Ikast. Tað mátti longd leiktíð til fyri at finna vinnaran, tí eftir 90 minuttir stóð á jøvnum 1-1. Jacob Gregersen legði Herfølge á odda, men 20-ára gamli Frank Kristiensen, sum spældi sín fyrsta dyst á 1. liði hjá Ikast javnaði, og í longdu leiktíðini legði hann heimaliðið fram um 2-1. Topskjúttin hjá Ikast, Christian Lundbjerg, økti til 3-1, og so hjálpti tað einki, at Chris Hermansen minkaði til 3-2 tveir minuttir fyri leiklok. Herfølge er tí útsligið úr steypakappingini, og kann tí brúka alla orkuna í landskappingini, har liðið liggur nær niðurflytingarstrikuni. Brøndby spældi á heimavølli móti einum sera verjukendum AaB-liðið, og teir gulu og bláu vunnu 2-0. Hesaferð var tað ikki Ebbe Sand, sum skoraði, men hann stóð fyri tí fyrra málinum, sum Thomas Lindrup gjørdi. John Jensen staðfesti sigurin við einum av sínum sjáldsomu málum. Liðið hjá Toda Jónssyni er framvegis við í steypakappingini, og mikukvøldið spældu OB og AGF um rættin at spæla móti FCK í kvartfinaluni 30. november. Bert eitt mál kom í dystin num, og tað gjørdi fyrrverandi liðfelagin hjá Toda Jónssyni í Lyngby, Anders Bjerre. Hann stútaði eitt horna í málið. Semifinalurnar og finalan verður spæld næsta ár. Fyrra semifinalan verður 29. apríl, og tann seinna 7. mai. Finalan stendur í Parkini 21. mai. Stór innandurakapping fyri tey yngru á Kambsdali Fótbóltur: LÍF skipar fyri stórari innandura kapping vikuskiftið 23. og 24. november 100 lið kunnu verða við í innandurakapping í fótbólti, sum LÍF skipar fyri í ítróttarhøllini á Kambsdali 22. og 23. november. Kappingin er fyri tey yngru liðini, og spælt verður í fimm bólkum hjá bæði gentum og dreingjum. Hjá drengjum verður spælt i bólkunum pinkulingar (árg. 89-91), smápiltum (árg. 87-88), piltum (árg. 85-86), smádreingjum (árg. 83-84) og dreingjum (árg. 81-82). Hjá gentum verður spælt í bólkunum gentur (árg. 89-91), pinkur (árg. 87-88), smágentur (árg. 85-86), gentur (árg 83-84) og gentur (árg. 80-82). Teir báðir elstu bólkarnir hjá gentum og dreingjum spæla við fýra spælarum á vøllinum í senn, meðan allir hinir bólkarnir hava fimm spælarar á vøllinum í senn. Hjá báðum er loyvt at hava ein skiftisspælara. Seinasta freist at melda til kappingina er 19. november. Meldast skal til á telefon 43222 týskvøldið 18. november og mikukvøldið 19. november millum klokkan 19.00 og 21.30. Badmintonspælarar til Íslands at kappast Badminton: Fara at luttaka í Reykjavík Open, har spælarar úr fleiri londum eru við Føroyskir badmintonspælarar fara í vikuskiftinum til Íslands at luttaka í altjóða kapping. Við í Reykjavík Open verða spælarar úr Íslandi, Danmark, Føroyum og Grønlandi. Eftir frálíu úrslitini á Oyggjaleikunum í summar, hava føroysku spælararnir hug at royna seg í millumtjóða kapping aftur, og teir fremstu kvinnuligu spælararnir eru við. Borglis Fagradal og Ingun Hansen, sum spæla fyri Stráluna, verða við, og somuleiðis verður Guðrum Jacobsen úr Havn. Harafturat verða eisini Rani í Líð og Heðin Joensen úr Havnar Badmintonfelag eisini við í ferðalagnum, sum fer til Íslands í dag. Hondbóltshagtøl Hondbóltur: Hagtøl frá dystinum KÍF-StÍF og støðan í 1. deild eftir dystin 1. deild menn 5. umfar, mikukvøldið 12. november KÍF-StÍF 18-28 (7-15) KÍF: Jóan Petur Olsen 6, Petur Martin Johansen 5, Petur Martin Poulsen 4, Jónálvur Johannesen, Vagnur Johannesen, Eddie Joensen StÍF: Tummas Johansen 7, Arthur Johansen 6, Poli Hansen 5, Jónleif Sólsker 4, Alexander Johansen 2, Agnar Højgaard 2, Sveinbjørn Poulsen, Jón Rasmussen Støðan 1. VÍF 4 4-0-0 126-96 8 2. H71 4 3-0-1 100-94 6 3. StÍF 5 2-1-2 131-123 5 4. Kyndil 4 2-0-2 97-98 4 5. KÍF 5 1-0-4 118-133 2 6. Neistin 4 0-1-3 91-119 1 Næstu dystirnir 16/12 VÍF-H71 19/12 Kyndil-Neistin 22/11 StÍF-H71 23/11 KÍF-Neistin 26/11 Kyndil-VÍF StÍF vann stórt á KÍF Hondbóltur: Brøðurnir Arthur og Tummas Johansen vóru aftur topskjúttar hjá strandingum 1. deild menn KÍF-StÍF 18-28 (7-15) Tá StÍF eftir 10 minuttir fór frá 4-4 og upp á 8-4, var eingin vegur aftur. Kollfirðingar fingu ongantíð aftur fatur á strandingunum, sum bara øktu um leiðsluna, sum dysturin leið. Mikukvøldið var dystur millum KÍF og StÍF í høllini á Skála, og hóast strandingar sambært skipanini spældu á útivølli hesaferð, so vórðu teir í kendum umstøðum, tí KÍF brúkar høllini á Skála sum heimavøll. Fyrstu 10 minuttirnar gjørdu bæði liðini fýra mál í part, men so tók StÍF dik á seg, og teir fóru langt fram um KÍF eftir lítlari løtu. Poli Hansen, Arthur Johansen, Jónleif Sólsker og Tummas Johansen gjørdu eftir fimm minuttum fýra fylgjandi StÍF-mál, og so var støðan 8-4. Og restina av hálvleikinum økti StÍF um støðuna, so hon var 15-7 til teir í hálvleikinum. StÍF tekur seg fram Tað kom eingin vend í í seinna hálvleiki, og beinanvegin eftir steðgin gjørdi StÍF tvey mál afturat. Strandingar hildu seg allatíðina frammanfyri við nógvum málum, og tá sjey minuttir vóru eftir at spæla vóru teir frammanfyr 16-12. Fram móti leikloki minkaðu kollfirðingar munin úr 14 málum og niður í 10. Hjá StÍF vóru Johansen-brøðurnir, Tummas og Arthur aftur topskjúttar, men eisini spælandi venjarin, Jónleif Sólsker, og Poli Hansen gjørdu fleiri mál hendan dagin. StÍF er nú nummar trý í kappingini, og tað er okkurt sum bendir á, at liðið kann fra at taka seg fram móti oddinum, har VÍF og H71 í løtuni eru stødd. KÍF hvur tapt fýra av teimum fimm dystunum, sum spældir eru higartil, men teir eru hóast tað eitt stig frammanfyri Neistan, sum enn bert hevur fingið ein javnleik burtur úr sínum dystum. Í vikuskiftinum verður bert ein mansdystur, og tað er toppdysturin millum VÍF og H71, sum verður spældur sunnudagin Láglønarsamfelag fólkafloksins Enn einaferð tónaði høvuðsideolog fólkafloksins fram á sjónvarpsskíggjan, ein ideologi, ið setur Ísland sum fyrimynd, um okkara høvuðsvinna skal kunna klára seg uttan stuðul í framtíðini. Ein kann spyrja seg sjálvan, um tað veruliga er so galið, at tað er ímóti betri vitandi, ella er tað beinleiðis at kasta føroyska veljaranum torvmold í eyguni, at teir ferð eftir ferð koma fram við og gera Ísland til eitt láglønarparadís. Tað er heilt einastandandi, at einasta argument, ið umboð fólkafloksins hevði viðvíkjandi teirra láglønarparadísi var, at við eini bruttoløn uppá kr. 7.000,-, hevði ein íslendskur lærari meira eftir aftaná skatt, ennein føroyskur lærari, heilt genialt. Veruleikin er sjálvsagt ein heilt annar, tí sjálvt um Bjarni Djurholm helst er stinnur í bæði rokning og matematikk, so kann ein 2. klassa skúlanæmingur skjótt rokna út, at sjálvt við 30% í skatti, so verður nettolønin ca. kr. 5.000,- hjá hesum íslendska læraranum, og so lága nettoløn hevur eingin lærari í Føroyum. Sostatt eru tað beinleiðis ósannindi, ið talsmaður fólkafloksins bar fram í SvF mikukvøldið. Tí passar tað sjálvsagt heldur ikki, tá tað í sama viðfangi verður ført fram, at íslendingar fáa meira fyri teirra pening enn føroyingar, hvørki so ella so, tí prísurin á mati og nýtsluvørum í Íslandi er millum teir hægstu í Norðureuropa. Hartil kanst tú ikki fara inn í eina forrætning og keypa tær nøkur bílig útlendsk egg ella ein bíligan útlendskan høsnarunga, tí so gott sum allur innflutningur av útlendskum matvørum er bannaður, í og við at Ísland er so gott sum sjálvforsýnað við matvørum. Sostatt ert tú noydd/noyddur at gjalda tann prís, sum nú einaferð stendur á tí vøru, tú skalt keypa, sjálvt um prísurin er himmalhøgur. Flest allir føroyingar hava verið vitandi um, at fyri at lívbjarga sær, hevur vanliga løntakarahúskið í Íslandi verið noytt ikki bara at hava tvær lønir at klára seg fíggjarliga, nei, harafturat hevur verið neyðugt at havt eitt triðja starv eftir vanliga arbeiðstíð, soleiðis at arbeiðsdagurin hevur verið uppá 12-14 tímar. Halda ideologarnir í fólkaflokkinum veruliga, at fyri tí um teir seta lønirnar niður, so fer margarinpakkin, mjølið, sukurið og annars allar tær innfluttu vørurnar til húsarhaldið tilsvar-andi niður í prísi, sjálvsagt ikki. Tí er alt hetta tosið um at bara vit fáa lønirnar niður, so skal vinnulívið nokk klára seg í kappingini við okkara grannalond, órealistiskt. At tað í flestu førum hevur verið leiðslan á teimum ymsu virkjunum og fyritøkunum, sum ikki hevur havt hegni eins og hon ikki hevur havt tað framskygni, ið skal til, tað verður ongantíð tikið upp á tungu, nei, sambært fólkaflokkinum er tað arbeiðarafjøldin, sum við sínum alt ov høgu lønum, ið er orsøkin til at skip og virkir ikki klára seg fíggjarliga. Hvussu kann tað so bera til hjá summum reiðaríum at klára seg, hóast kostnaðarmikil skip og høgar lønir. P/F Vesturvón, sum kanska ikki hevur fingið eitt klovið oyra úr landskassanum, hevur seinastu 35 árini lagt ótaldar milliónir inn í landskassan og kommunukassarnar. Vit kunnu taka Kjartan Joensen, sum keypti nýmótans trolara og sum nú hevur bygt stásiligt virki, uttan nakran almennan stuðul. Vit kunnu nevna Tórshavnar Skipasmiðju, hvussu kann tað bera til, at Poul Mohr í kapping við tær mest nýmótans skipasmiðjur í Norðureuropa hevur ikki bara lægsta boð, men so sanniliga eisini fyrsta floks arbeiði til settu tíðina o.s.fr. o.s.fr. Eg vil ráða Bjarna Djurholm og hansara floksfeløgum at fara ein túr til Íslands, og gera seg kunnugar við tey veruligu viðurskifti, sum tann íslendski løntakarin livir undir nú í dag vit skriva 1997, ístaðin fyri at misbrúka tann íslendska løntakaran í síni roynd at vinna sær atkvøður. Teir hava annað uppiborið, tí eftirhondini so eru íslendingar teir einastu av okkara grannatjóðum, sum veruliga hava stuðlað okkum, bæði í orði og verki. Frank Davidsen P.S. Bert eitt konkret dømi: Maður og kona við tveimum børnum, tey hava bæði fast starv, maðurin í Keypssamtøku, men fyri at klára tað fíggjarliga er maðurin aftan á at hava arbeitt heilan dag, noyddur at vaska hvørt kvøld eftir arbeiðstíð í somu Keypssamtøku, sum hann dagliga starvast í um dagin. Hvat so við øllum teimum, sum ikki hava møguleika at fáa annað starv eftir arbeiðstíð í láglønarparadísinum hjá tí Føroyska Fólkaflokkinum? Teir spæla uppá nýggjar tagentar - Ráðgevandi nevndin staðfestir nøkur viðurskifti og nakrar sannroyndir um støðuna, men vísir í flestu førum ikki á loysnir, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum Anfinn Kallsberg heldur, at frágreiðingin hjá Ráðgevandi nevndini er sum hon plagar at vera, men at hon er meira bjartskygd enn áður. Frágreiðingin vísir m.a. kortini á, at Landsstýrið eigur at føra ein meira miðvísan fíggjarpolitikk. - Hví hevur Landsstýrið ikki lagt upp fyri at minka um uttanlandsskuldina, nú árið hevur hilnast betur enn væntað? - Tað var Landsstýrið undan okkum, sum gjørdi avtalu við donsku stjórnina um at parkera skuldina til 1998, og at fáa javnvág á fíggjarlógina. Tað hava vit arbeitt eftir. 300 mió. krónur av skuldini hjá Landskassanum eru goldnar aftur í ár, og tað er væl, mett eftir skriftini á vegginum í 1995, sigur Anfinn Kallsberg. Fleiri evnir viðgjørd hesaferð Hann vísir til, at arbeiðið við frágreiðingini hesaferð er øðrvísi enn áður, og at hon viðger fleiri mál, sum ikki fyrr hava verið atkomilig. - Eitt nú hevur nevndin ikki áður viðgjørt sethúsalógina, sum teir eisini gera sær nógvan ómak at finnast at. - Í 1994 var sethúsalóg um rentustuðul sett í gildi, fyri at geva fólki møguleikar at vera búgvandi í sethúsum sínum. Tað liggur í lógini, at rentustuðulin skal lækka sum frálíður, men um vit gera tað nú, so sum frágreiðingin mælir til, fara nógv at hava trupulleikar við at gjalda húsini, umframt at onnur noyðast at flyta, sigur landsstýrismaðurin, sum sigur seg ikki verða so fegnan um rentustuðulin til sethúsabygging. Stuðulin fær fólk at byggja størri hús Hansara sjónarmið er, at rentustuðulin fær fólk at byggja størri sethús. Skuldu tey goldið allar renturnar, so vóru fleiri smærri hús bygd í Føroyum. - Vit kunnu kortini ikki minka ella avtaka rentustuðulin eftir einum degi. Fólk mugu vita, undir hvørjum treytum tey fara undir húsabygging. Tí verður neyðugt at avtaka rentustuðulin yvir ávíst áramál, sigur Anfinn Kallsberg. - Er tað skilagott, ikki at hava nakað at standa ímóti við, um tíðirnar aftur gerast vánaligar? - Fíggjarlógin hevur sum kunnugt bert tvær síður - inntøkur - og útreiðslur, og tað er bert ein háttur at fáa størri yvirskot á fíggjarlógini. Tað er við at minka um útreiðslurnar. - Almennu útreiðslurnar eru øktar. Er tað skilagott? - Tað er rætt, at ein lítil øking er í almennu útreiðslunum. Tað kemst av, at krøvini til fíggjarlógina eru so óluksáliga stór. Eingin torir at minka um útreiðslurnar. Allir flokkar vilja hava meir, sigur Anfinn Kallsberg. - Er tað so als ikki neyðugt at spara? - Jú, tá vit skulu gjalda aftur, mugu vit gera tað á útreiðslusíðuni, men vit hava, sum áður sagt, goldið 300 mió. krónur aftur í ár, og um vit skuldu goldið meir, so høvdu vit eisini megnað tað, sigur landsstýrismaðurin. 470 mió. krónur standa á fíggjarlógini næsta ár, til at umfíggja ella gjalda skuld við, men tað er ikki viðmerkt, um peningurin er til at gjalda út ella umfíggja lán við. - Vit skulu hava í huga, at yvirskot á fíggjarlógini skapar betri gjaldføri, sigur landsstýrismaðurin og ótolnast at svara spurningum, sum Ráðgevandi nevndin hevur reist í síni frágreiðing. - Teir sláa á nýggjar tagentar hesaferð, tí teir síggja útreiðslustøðið á fíggjarlógini. Tað hava teir ikki sæð áður. Tað er sjálvandi positivt at tosa um tað, heldur hann kortini. Landsstýrismaðurin nevnir tveir lutir, sum hava týdning í hesum máli. Annar er, at allir flokkar berjast um at fáa sum mest burturúr í fíggjarlógaruppskotinum, og hin er, at tað er umráðandi ikki at tátta ov nógv í. - Frágreiðingin nevnir júst, at fíggjarligu skerjingarnar í 93 og 94, eru orsøk til góða úrslitið í dag? - Tað er rætt, at tað í árunum 1993 og 94 var ógvuliga nógv táttað í. Avleiðingin var, at 10 pst. av fólkinum fluttu av landinum og 20 pst. fluttu úr sethúsunum, ella sita eftir við stórari skuld. Anfinn Kallsberg ásannar, at hægri er til loftið í føroyska búskapinum í dag,og at hetta vita danir væl, men um vit hildu fram at tátta í, so var fólkaflytingin bert økt enn meira, og vit fingu minni inntøkur í Landskassan. Minni trýst gevur størri virksemi - Tað sæst einamest av, at hóast vit hava lægri skattatrýst, fíggjarognaravgjaldið er avtikið og avgjaldstrýstið er linkað, so er meiri peningurin komin í Landskassan. - Tað merkir, at hóast avmarkingar við strangum avgjaldspolitikki verður førdur, so gevur tað betri úrslit kortini. - Minni trýst gevur størri virksemi í landinum. Tað merkir so eisini, at almennu útreiðslurnar vaksa. Eitt nú tí tað útloysir pening úr landskassanum, sigur Anfinn Kallsberg og vísir á nøkur dømi. - Fleiri fólk gerast gomul, og hóast pensiónirnar eru alt ov lágar, so kosta lógarbundnar útreiðslur í 1997 - 98 Landskassanum 27 mió. krónur. Umframt tað, krevur størri virksemi í landinum fleiri vøggustovu- og barnagarðpláss, skúlar o.a.fr. til tað almenna at gjalda sín part av í størri útreiðslum. Kreditvirðið - Hvat ger Landsstýrið, fyri at økja um kreditvirði Føroya uttanlands? - Fyrst og fremst skal Landsstýrið halda sínar skyldur. Tað verður m.a. gjørt við at fáa avtalur og skipaði viðurskifti við lángevararnar, um at gjalda skuldina aftur. - Tann støðan er broytt til ta betra í dag. Føroyska uttanlandsskuldin var 8 mia. krónur í 1990 -91, og síðan vóru politiskar skerjingar gjørdar, sum vit øll kendu sviðan av. - Í dag er uttanlandsskuldin sjey mia. krónur, men vit eiga fimm mia. krónur. Netto uttanlandsskuldin er sostat tvær mia. krónur. Tað er hóast alt ikki nógv. - Okkara kreditvirði í útlandinum er nú so gott, at vit kundu lána til somu rentu sum statslánini. - Einki lán verður kortini tikið til at fíggja virksemið her á landi, og vit skulu heldur ikki veita almenn veghald. Vit skulu ikki aftur koma okkum í somu trupulleikar, sum í áttatiárunum, sigur Anfinn Kallsberg, sum heldur, at føroyski búskapurin er á góðari leið. Mugu hækka pensiónirnar og fáa fleiri stovnspláss -Tað er ein óverdug støða hjá teimum eldru at verða kastibløkur millum sjúkrahús, heim og stovnar. Tey hava halgað lív sítt til menningina av hesum samfelagnum og eiga á ellisárum at fáa livikor, sum søma seg einum vælferðarsamfelag segði Andreas Petersen, fyrrverandi landsstýrismaður og nú kommunulækni á eykalandsstevnuni hjá javnaðarflokkinum seinasta vikuskiftið. Millum luttakararnar á eykalandsfundi javnaðarfloksins í Trongisvági seinasta vikuskiftið var eisini fyrrverandi landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Andreas Petersen. Bæði sum politikari og sum kommunulækni hevur Andreas Petersen havt tætt tilknýti til mangar av teimum spurningum, sum í dag leika á og oftani eru ringa samvitskan hjá vælferðarsamfelagnum. Hóast vælútbygt á nógvum økjum, so hava vælferðarsamfeløgini í Norðurlondum framvegis trupulleikar at dragast við, ikki minst tá tað snýr seg um tey gomlu og sjúku. Og hyggja vit at Føroyum, so vísir tað seg, at nettup her er farið at bila alvorliga, verður hugsað um, hvat vælferðarsamfelagið heilt náttúrliga átti at livað upp til. USA eingin fyrimynd Andreas Petersen vísti fundinum í høllini í Trongisvági á, at ein orsøk til at vit við røttum kunnu kalla okkum eitt vælferðarsamfelag, eru tær trygdarskipanir, sum galda nærsagt frá vøggu til grøv - og tað, sum eyðkennir hesar, nevniliga hetta, at tær eru fyri allar borgarar og ikki bert nakrar ávísar bólkar. Fyrrverandi landsstýrismaður leitaði eisini út um landoddarnar og helt tað vera eina misskiljing, tá fólk umrødða stóra landið USA sum eitt vælferðarsamfelag. -Eitt samfelag, har 20% av fólkinum livir undir hungursmarkinum, og har hin einstaki ikki hevur rætt til arbeiði ella til stovnspláss, tá heilsan er farin at bila, kanst tú ikki umrøða sum eitt vælferðarsamfelag. Javnaðarflokkurin týðandi leiklut Harafturímóti helt hann tað vera rættari at brúka hetta heitið um Norðurlond og her eisini Føroyar, hóast eisini her liggur nógv á láni, til rokkið er heilt á mál. -Og í royndunum at gera Føroyar til eitt vælferðarsamfelag hevur javnaðarflokkurin verið ein av undangonguflokkunum, fyrst við pensiónslógunum í 1958, síðani við skipanini um heimahjálp í 1971, skipanini við dagpengum í 1978 og seinast skipini við arbeiðsloysisskipan í 1992. Hesar skipanir eru nakrir av grundstuðlunum undir vælferðarsamfelagnum Føroyar. Andreas Petersen vísti tó á, at øll hesi rættindini vóru ikki vunnin uttan svørðslag. Allir flokkar uttan júst javnaðarflokkurin vóru ímóti eini arbeiðsloysisskipan. Grundgevingin var tann, at hetta var nakað óføroyskt og fremmant. -Eg kann bert siga, at var arbeiðsloysisskipanin ikki komin, so hevði tað endað við eini fullkomnari katastrofu fyri alt landið. Men hóast nógvir lunnar eru lagdir undir Vælferðarsamfelagið Føroyar, so stendur tað enn ikki á einum nóg tryggum støði. Enn finnast stórir manglar í samfelagnum, og tað vóru hesar, sum fyrrverandi heilsu- og almannamálaráðharrin helt, at javnaðarflokkurin og aðrir flokkar nú mugu til at taka í ramasta álvara og gera nakað við. Pensiónirnar afturúrsigldar Talan er serliga um eldraøkið, har vit fyri tað fyrsta ikki hava eina nøktandi pensiónsskipan. Vit eru totalt afturútsigld á hesum øki. Verandi pensión er alt ov lítið til at kunna liva av, tá hugsað verður um, at hesi fólk mangan hava forpliktilsi, sum kosta. Andreas Petersen mælti javnaðarflokkinum til at vera við til at bøta um hetta við eitt nú at regulera pensiónirnar. Tær hava ikki verið reguleraðar síðani 1993. Andreas Petersen vísti á, at tey gomlu hava stríðst fyri at byggja hetta samfelagið upp. Tey - eitt nú fiskafólkið - hava ikki havt møguleika at leggja nakað til síðis til aldurdómin, og tí má tað vera okkara uppgáva at tryggja, at tey fáa sítt á ellisárum. Mangla stovnspláss Andreas Petersen vísti síðani á stóra tørvin á stovnsplássum. Tørvurin er fleiri hundrað nýggj stovnspláss. -Tað er einki minni enn ein óverdug viðferð, sum hesi gomlu fáa frá tí sama samfelag, ið tey hava halgað sítt lív til. Tey eru í dag kastibløkur millum sjúkrahús øðrumegin og heim og stovnar hinumegin. Mong teirra eiga sín sjálvsagda rætt til at liva síni seinastu ár á einum røktarheimi, har tey fáa ta hjálp og tann stuðul, ið tey hava tørv á. Andreas Petersen helt støðuna í Føroyum á hesum økinum verða nógv verri enn í hinum Norðurlondunum. Niðurstøða hansara var tí henda: -Hækkið pensiónirnar til teirra, sum ikki hava annað at dúva uppá á ellisárum, og fáið fleiri stovnspláss kring landið, helst sambýli. Ógrundaður pensiónsótti Andreas Petersen nam eis-ini við spurningum um óttan fyri vaksandi talinum av pensionistum. Hann helt, at hesin óttin er kanska ikki so væl grundaður. -Eg veit væl, at tað verður mett, at tað um ár 2010 og 2015 verða 10.000 fólk í núverandi pensiónsaldri í Føroyum, og at henda sannroynd fer at gera, at tørvurin á játtanum til pensiónir verður øgiligur. Men tað eru so eisini tey, sum ikki síggja nakran trupulleika í tí. Orsøkin er tann, at sjálvur arbeiðsmarknaðurin fer eisini heilt at broytast. Tað vera færri manuell arbeiðspláss og fleiri arbeiðspláss á tænastuøkinum. Meira verður automatiserað. Tað verða smærri árgangir í framtíðini, og fólk verða minni sjúk. Mong av teimum, sum gerast eldri, verða rættiliga frísk og so nøkunlunda arbeiðsfør til lættari tænastuarbeiði. Tvs. at tað fer helst at henda ein broyting á arbeiðsmarknaðinum, sum so eisini ávirkar tørvin á pensiónum. Tað kann hugsast, at pensiónsaldurin er ikki 65-67 ár, men at skipanin verður soleiðis, at fólkini kunnu vera deilpensionistar samtíðis sum tey eru á arbeiðsmarknaðinum, til tey eru kanska 75 ár. Við hesum vildi Andreas Petersen avmontera ta so nógv umrøddu pensiónsbumbuna. -Hetta er alt nakað, sum fer at krevja stórar broytingar í sjálvum hugburðinum segði fyrrverandi landsstýrismaðurin, sum eisini vísti á, at tørvurin á at byggja út stovnspláss til røktarsjúklingar fer at verða størri enn útbygging av okkara sjúkrahúsum. Við hesum sipaði Andreas Petersen til, at tað í dag eru nóg nógv seingjarpláss á sjúkrahúsunum. - At tað er tørvur á útbygging av Landssjúkrahúsinum, sum treingir til ábøtur og meiri pláss, er so nakað heilt annað. Tað er sjálvandi nakað, sum skal gerast og hevur einki við umrøddu spurningar at gera segði Andreas Petersen. Vit kunnu nú vænta álvarsligt læknatrot - Við soleiðis at lata ein stóran part av Landssjúkrahúsinum aftur ein part av árinum, verður tað ikki í hesi øldini, at sjúkrahúsið kemur aftur á beint, sigur Sølvi Winther Olsen Seinastu árini hava partar av Landssjúkrahúsinum verið afturlatnir ein part av árinum, bæði um summarið og um jólini, og soleiðis verður aftur gjørt nú um jólini. Tað er tó tann munur, at hesu ferð verður væl meira afturlatið, tí fíggjarætlanin helt ikki, og tí fleiri av starvsfólkunum eiga so nógva avspáking til góðar. Afturlatingarætlanin sær soleiðis út: E3, medisinsk deild, letur aftur frá 1. desember til 5. januar. B6, medisinsk deild, hevur í eina viku verið dagdeild, t.v.s. fyri ikki innlagdar sjúklingar, og henda deild verður dagdeild fram til 30. í hesum. Deildin verður afturlatin frá 19. desember til 5. januar. B7, medisinsk deild, letur aftur frá 1. desember til 19. desember, A3 letur aftur frá 5. desember til 5. januar. Omanfyri vegin letur Pensionatið aftur frá 5. desember til 1. januar. og dagdeildin verður afturlatin millum 22. desember og 5. januar. Ørkymlandi - Bæði sum kommunulækni og sum fakfelagsformaður eri eg ikki sørt ørkymlaður av hesi ætlan, sigur Sølvi Winther Olsen, kommunulækni í Havn og formaður í Læknafelag Føroya. Hann skilir ikki, at tað kann bra til at lata so nógv av Landssjúkrahúsinum aftur í vikuvís. - Tað undrar meg, hvat tá verður av teimum sjúku, tí mær vitandi eru sjúkurnar ikki horvnar, og ei heldur tørvurin á viðgerðum. Nú er so ætlanir at lata týdningarmiklar partar av sjúkrahúsinum aftur nátt sum dag. - Tá so nógv verður afturlatið á sjúkrahúsinum, verða tey sjúku víst til primeru heilsurøktina. Um tað var í lagi, hevði ikki verið neyðugt við einum stóruum og dýrum sjúkrahúsi. Vit kundu bara stongt tað. Men so einfalt er tað heldur ikki, og vit hava eisini longu hoyrt fleiri ferðir, at primera heilsurøktin orkar ikki at átaka sær fleiri uppgávur. Hon kann ikki lyfta meira. - Tak t.d. kommunulæknarnar í Havn. Vit eru sjey í tali, men áttu at verið 12-14 í mun til fólkatalið, so ovbyrjaðir eru vit, og eingi útlit eru til, at nakað verður øðrvísi í bræði. Heldur lata meira til Landssjúkrahúsið - Heldur enn at minkað um virksemið á sjúkrahúsinum ein part av árinum, átti tað at fingið víðari ræsur. Tað kostar, og tað krevur, men hetta er neyðugt. Politikararnir áttu at gjørt eina langtíðarætlan fyri sjúkrahúsverkið, og tað er ikki meira ógjørligt, enn at tað fæst fyri pening. Tað er alt ein spurningur um raðfesting, hvat vit brúka peningin til. Sølvi Winther Olsen ger vart við, at vansin við at lata partar av sjúkrahúsinum aftur í fleiri vikur ikki bara ger ilt fyri sjúklingarnar, sum harvið ikki fáa ta viðgerð, tey hava fyri neyðini. - Tað eru eisini tey menniskju, sum starvast á Landssjúkrahúsinum, og tey, sum umhugsa at søkja starv har, og tað er uttan mun til, um tað eru læknar, sjúkraystrar. fysioterapeutar ella onnur. Hvør tímir at søkja starv á einum sjúkrahúsi, sum partvís er afturlatið samanlagt fleiri mánaðir um árið. Væntar økt læknatrot - Og fara vit til hjálparlæknarnar, so vita vit, at tað er læknatrot í øllum norðurlondum. Í fleiri útjaðaraøkjum stendur so illa til, at tey mugu klára seg burturav við avloysarar, sum koma í tríggjar mánaðir í senn. - Tað hava eisini verið stórir trupulleikar hr við at fáa læknar, og tað kunu vit vænta verður verri enn, sigur Sølvi. Hann ber ótta fyri, at vit av álvara fáa lækna, verður Landssjúkrahúsið so nógv skert, tí tá verður tað ikki nakað gott útbúgvingarstað. Samstundis er tað hent í Danmark, at læknar, sum vilja fara út til tey smáu sjúkrahúsini nú fáa sera góða løn. - Tað munnu vera fáir føroyskir læknar, sum eru so fittir, at teir tíma at koma higar til tey vánaligu viðurskiftini her. Varið tykkum fyri útlendskum sølumonnum - Vit eiga snøgt sagt at læra okkum at siga nei við smartar útlendskar seljara, sigur Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroyar Arbeiðsgevarafelag í sambandi við nógvu áheitanirnar, føroysk virki fáa um at vera við í ymsum, telefon-, telefax- og telduskráum. Arbeiðsgevarafelagið mælir virkjum til bert at vera við í tveium ávísum skráum Vilhelm M. Johannesen er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag - Vit eiga at læra okkum at duga at siga nei við smartar útlendskar seljarar. Hetta sigur Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroyar Arbeiðsgevararfelag í eini ávaring móti smøtrum seljarum, sum Arbeiðsgevarafelagið hevur kent seg noytt at senda út. Felagið sigur, at føroysk virki og stovnar ofta fáa áheitanir frá ymiskum útelndskum feløgum um at lýsa í bókum av ymiskum slag, og at tað alt ov ofta verður sagt ja uttan at kannað verður, hvat tú fært fyri pengarnar. - Talan er ofta um útlendskar telefon-, telefax- ella virkisskráir, og áheitanir um at taka lut koma við bræv, telefon og við at smartir seljarar ganga hús úr húsi. Í einstøkum førum kemur bara eitt postkrav, uttan nærri frágreiðing. Hevur lítið virði - Fleiri av hesum útgávum hava eftir okkara tykki ov lítla dygd, og fleiri eru beinleiðis óseriøsar, heldur Arbeiðsgevarafelagið. Hvørt ár fáa virki og stovnar brøv við postkrøvum fyri luttøku í einhvørjari útgávu, uttan at tey nakrantíð hava biðið um upptøku. Um innaneftirlitið á virkinum ikki er nog gott, kemur meira enn so fyri, at hesi postkrøv verða goldin. Einstøk av hesum uppkrøvum eru enntá gjørd soleiðis, at skrivar tú undir og sendir hetta inn aftur, bindur tú teg til av vera við í tvey trý ár. - Í summar gekk ein týskari frá felagnum >>World Trade and Telecommunication Services GmbH<< hús úr húsi og seldi luttøku í einari telefon- og virkisskrá. Hann dugdi æl at práta og var ringur at sleppa av við, og hetta gevur úrslit: Hópin av føroyskum virkjum og stovnum vóru í telduskrá hansara. Seinasta dømi sum Arbeiðsgevarafelagið veit um, er eitt postkrav frá virkinum United Telecom Trust, ið heldur til í Liechtenstein. Felagið, ið eisini hevur adressu í Zürich í Sveits, sendi herfyri fakturalíknandi tilboð viðvíkjandi upptøku í >>World Telecommuniction Database<<. Kostnaður fyri hesa luttøku var 3.249,50 krónur, men ikki er óvanligt, at prísurin kann vera tvær reistur hetta. Arbeiðsgevarafelagið heldur, at um henda telduskrá í heila tikið er til, hevur hon neyvan nakað virði. Bert neyðugt at vera í tveimum skráum Føroyar Arbeiðsgevarafelag heldur, at aðrar áheitanir um at vera við í ymiskum útgávum eru ivasamr, uttan at felagið beinleiðis kann siga, at tær eru óseriøsar. Men eisini í slíkar skráir fara føroyingar glaðbeintir, heldur felagið. - Fyri ári síðani gav eitt íslendskt felag út eina prýðiliga bók, ið var ætlað at kunna kinesiska marknaðin um norðurlendskar fyritøkur. Í hesi bók vóru 50 føroysk virki og almennir stovnar - ein samlaður kostaður upp á nakrar hundrað túsund krónur. Til samanbering vóru bert seks donsk virki við, og talan var um risafyritøkur sum ØK, SAS og F. L. Smith. Tað kemur meir enn so fyri, at føroyskir myndugleikar verða brúktir sum agn fyri at fáa onnur at taka lut. Og soleiðis var eisini við hesari útgávu, sigur Føroyar Arbeiðsgevarafelag. Felagið sigur víðari, at hvørt ár ganga seljarar runt og tekna luttøku í útgávunum >>Udenrikgs-Handelskalenderen for Danmark<< og >>Kongeriget Danmarks Handelskalender<<. Her sigur Arbeiðsgevarafelagið, at talan er um bøkur, sum veruliga verða prentaðar og sendar út til m. a. donsku sendistovurnar. Men í hvønn mun tær verða brúktar, er nakað heilt annað. Føroyar Arbeiðsgevarafelag hevur vent sær til Dansk Industri og spurt, hvørji ráð teir geva virkjum í hesum sambandi. Teir siga, at um virki ætla at gera vart við seg í útheiminum, mæla teir til luttøku í aðrari av hesum útgávum: - Kraks, Export Directory - Tele Danmark, Danish Exporters Kannið fyrst! - Hesar útgávur verða brúktar á øllum skrivstovunum hjá danska uttanríkisráðnum, og hesar skalt tú ikki gjalda fyri at vera við í, sigur felagið. Tann, ið vil ogna sær bókina skal keypa hana. Og júst hetta heldur felagið ofta er munurin millum dygdarútgávur og tær ivasomu. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at virki eiga at vera sera varin at vera við í ivasomum útgávum, tí at hetta í flestu førum er peningaspilla. - Virkini eiga at gera sær greitt, hvørjum marknaðum tey ætla at royna seg á, og seta seg inn í, hvussu hetta best verður gjørt. Og um tey ikki hava neyðugu vitanina, eiga tey fyrst at seta seg í samband við stovnar sum Menningarstovuna ella TK-Stovuna. Útnorðurparturin av Norðurlondum HESA vikuna hevur fundur verið í Norðurlandaráðnum. Fundurin hevur verið í finska høvuðsstaðnum Helsingfors. SUM vanligt er hava eisini føroyingar verið við á fundinum. Tvs. landsstýrismenn og umboð fyri løgtingið. BÆÐI tey føroysku tingumboðini í Norðurlandaráðnum, Marita Petersen og Jørgen Niclassen tosaðu á fundinum og nomu har við spurningar, sum rætt er at tríva í her eisini. Í røðu síni fegnaðist Marita Petersen um gongdina í Norðurladnaráðnum hetta seinasta árið. "Vestnordens Parlamentariske Samarbejdsråd" gjørdist hetta árið til "Vestnordisk Råd" - Útnorðurráðið - og hevði tað havt møguleika at møta sum eygleiðarar til tiltøk hjá Norðurlandaráðnum. Marita Petersen helt, at tað eigur at verða lagdur enn størri dentur á hetta forum. Hon helt annars, at fundurin gav eina eitt sindur avskeplaða og reingjandi mynd av Norðurlondum í dag. Tosað verður sum um at Norðurlond bert er økið rundan um Eystursjógvin segði hon. Í HESUM sambandi vísti tingkvinnan á, at tað eisini er ein norðurlendskur heimur í Norðuratlantshavi ella í Útnorði, sum tað verður nevnt. Hesin parturin er hóast lítið fólkasterkur tó stórur og telur 2/3 av øllum tí norðurlendska økinum. Hetta økið er við síni vídd og ríkidømi ein sera týdningarmikil partur av Norðurlondum, sum ikki bara kann gloymast. Hetta var eisini nakað, sum hin føroyskir limurin, Jørgen Niclassen tók fram. VIT kunnu ikki annað enn taka fult og heilt undir við teimum báðum føroysku umboðunum í Norðurlandaráðnum, tá hesi gera vart við, at tað eisini er ein norðurlendskur heimur uttan fyri Eystursjógvin. Fyri okkum stendur tað eisini púra greitt, at so við og við, sum umheimurin og har eisini hini norðurlondini, av álvara fær eyguni upp fyri tí stóra ríkidømi, sum júst Útnorður eigur og goymur, so fer pípan at fáa annað ljóð. Tað áhugverda í hesum høpinum er tann sannroynd, at orðið ríkidømi hevur so nógvar týdningar. Ein síðu av hesum er tann búskaparliga, ein onnur tann mentanarliga og menniskjansliga. HUGSAÐ við um fiskastovnarnar, um møguliga olju- og gassríkidømið og ikki minst um tær stóru menniskjansligu ressoursirnar, sum fólkini her eiga, so er talan um ein heimspart, sum uttan iva fer at hava stóran týdning fyri búskapin í heiminum sum heild, tá vit fara inn í næstu øld. Og hugsa vit um ta menniskjansligu og mentanarligu síðuna, so finst her eisini stórt ríkidømi. TAÐ er rætt at gera vart við misjavnar og manglandi áhuga, men samtíðis er eisini rætt at takka hinum norðurlondunum kring Eystursjógvin fyri teirra stóra og góða vilja at vera við til at verja og menna mentanina í Útnorðuri. Vit í Føroyum hava t.d. havt ómetaliga stóra nyttu og gleði av tí mentanarliga samstarvinum, sum hevur verið og er. Og einki er at ivast í, at tað kanska nettup er við tí mentanarliga samstarvinum sum grundarlag, at hesir partar av Norðurlondum fara at knýta tættari bond. Mentanin, sum er ein av berarunum av okkara framkomnu vælferðarsamfeløgum, og sum byggir á okkara ymisku men kortini so nærtengdu mál, er tann brúgvin, sum skal knýta umrøddu lond enn meira saman. Latið okkum sum føroyingar varðveita okkara sereyðkenni, latið okkum vera krittisk og fremja dialogin mótvegis umheiminum, men latið okkum eisini stíga fram og vera takksom fyri tað góða og positiva, sum er hent og hendir. Latið okkum vera opin fyri tí skilagóða og sunna, sum kemur uttanífrá, og her ikki minst frá hinum Norðurlondunum. Og tað, sum eisini er ómetaliga týdningarmikið: latið okkum ikki bara gerast nalvaskoðarar, tí tað finst eisini ein heimur fyri eystan. Baltiska vikan í næstum er gott dømi um, at vit eru á røttu kósini. Veðrið Veðrið í dag: Fyrst gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, sólglottar og hitin um 5 stig. Móti kvøldi veksur hann vindin upp í hvassan vind av suðri og landsynningi og út á náttina møguliga regn. Hitin kemur upp í ein 8 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Hvassur vindur ella skrið av suðri og landsynningi og regn meginpartin av tíðini. Rættuliga lýtt - millum 7 og 10 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Upp í hvassan vind av landsynningi, men eitt skifti minni vindur, og stundum regn. Framvegis rættuliga lýtt - millumm 6 og 9 stig. Í gjár: Eitt lágtrýstøki við Føroyar fer norðureftir. Í dag: Nýggj lágtrýst við New Foundland fara í landnyrðing til havið eystanfyri Hvarvið. Brúgvaløgini haðani verða væntandi við Føroyar i vikuskiftinum. Senda nú klæðir til Hvítarusslands Mánadagin er seinasti dagur í hesum árinum, at Reyði Krossur Føroya tekur ímóti brúktum góðum klæðum til at senda neyðstøddum. Opið er mánakvøldið millum kl. 19 og 21 í hølunum felagsnins á Bryggjubakka 10. Skipafelagið Føroyar hevur verið so beinasamt at seta upp bingjur við avgreiðslurnar hjá Skipafelagnum í Klaksvík, Runavík og á Tvøroyri og við húsini hjá Reyðakrossi í Vágsbotni í Havn. Undirtøkan at lata klæðir til Reyða Kross hevur verið avbera stór, ja so stór, at felagskapurin hevur havt trupulleikar við at taka ímóti og skilja klæðini. Orka hevur ikki verið til at hava móttøk á Sandoyni og í Vágum, men tað er ætlanin at bøta um til komandi ár, tí tá hetta móttøkuumfarið e av, verður ikki tikið ímóti klæðum aftur fyrr enn eftir ársskiftið. Tá bingjurnar koma til Havnar úr Klaksvík, Runavík og av Tvøroyri, vónar Reyði Krossur at fáa meira hjálp frá mannfólki "at hjálpa við at hjálpa", soleiðis at klæðini á bryggjuni kunnu verða skipað yvir í eina ella tvær bingjur. Higartil í ár eru klæðir send til Sibirien og Tjetjenien, og tað, sum nú kemur inn, er væntandi til Hvítarusslands, har neyðin er ógvuslig. Øll hjálp verður tó send saman við Danske Røde Kors til tey støð, sum altjóða Reyða Kross Felagsskapurin, sum føroyska felagið er partur av, biðjur um at fáa hjálp til. Júst nú hevur Reyði Krossur Føroya peningainnsavning, tí tey neyðstøddu hava eisini brúk fyri peningahjálp. Leygardagur 15. november 1997 Forkoma øllum møguleikum at fáa virkið aftur Politikararnir gera eitt stórt mistak um teir halda, at teir hjálpa vinnulívinum við at nokta Framtaksgrunninum nevndarumboð í fyritøkum, hann setir pening í. Tað fer at virka beint øvugt, tí tað fer helst at beina fyri øllum møguleikum at keypa virki úr Fiskavirking Marner Lisberg Týsdagin fara føroyskir politkkarar kanska at gera eitt mistak, sum kann verða til óbótaligan skaða fyri føroyskt vinnulív og føroyska samfelagið. Tí tá fer løgtingið kanska endaliga at samtykkja, at Framtaksgrunnurin ikki skal sleppa at hava nevndarumboð í teimum fyritøkum, hann setir pengar í. Tað heldur í hvussu so er Marner Lisberg, reiðari og vinnulívsmaður á Tvøroyri. ­ Eg ivist ikki í, at hetta verður gjørt í allarbestu meining. ­ Men tað er ein bjarnatænasta, tí tað fer at virka beint øvugt av, tí ætlanin var, ávarar tvøramaðurin. Alt liggur stilt Vit hava tosað við hann um royndirnar at keypa flakavirkið á Tvøroyri frá Fiskavirking og at fáa tað aftur á lokalar hendur. ­ Tað liggur alt stilt í løtuni, tí vit vita ikki, hvønn vit skulu tosa við. Hann sigur, at teir hava tosað við Sverra Hansen í Framtaksgrunninum, men hann sigur, at hann fer ikki at taka avgerð um nakað sum helst, av tí at støðan er so ógreið. Marner Lisberg sigur, at tað er væl skilligt, at formaðurin í Framtaksgrunninum hevur hasa støðuna og ikki vil binda seg - og onnur, til nakað sum helst so leingi støðan er so ógreið. Eitt stórt mistak Vinnulívsmaðurin á Tvøroyri sigur, at politikarar hava leingi ligið Fiskavirking eftir lívinum. Og um teir ikki hava ligið Framtaksgrunninum eftir lívinum eisini, so hava nógvir teirra í hvussu so er hildið, at hann hevur havt alt ov stórt vald. ­ Tí bendir alt á, at týsdagin fer løgtingið endaliga at samtykkja, at Framtaksgrunnurin ikki longur skal hava umboð í nevndunum í teimum fyritøkum, hann hevur sett pengar í. Marner Lisberg sigur, at hetta er eitt stórt mistak, og fer at hava tað beint øvugtu ávirkanina á føroyskt vinnulív, enn ætlanin var. ­ Við hesum gera politikaranir vinnulívinum ikki eina tænastu. ­ Teir gera vinnulívinum eina bjarnatænastu. Tí heitir hann á politikararnar um at hugsa seg serskakliga væl um, áðrenn teir trýsta á atkvøðuknøttin týsdagin. Undan øllum moralskum skyldum Marner Lisberg sigur, at fyri tað fyrsta er tað beinleiðis ósakligt at nokta einum íleggjara ávirkan á tær fyritøkur, hann setur pengar í. ­ Heilt sakliga er tað tí ikki rætt at nokta Framtaksgrunninum umboð í nevndina í teimum fyritøkum, hann setir pengar í. ­ Men harafturat fer samtyktin at loysa báði Framtaksgrunnin, Fiskasøluna og Fiskavirking frá øllum moralskum skyldum, tey hóast alt hava mótvegis løgtinginum og almenninginum við tað Framtaksgrunnurin er ein grunnur við almennum pengum. ­ Og av tí, at Framtaksgrunnurin hevur umboð í báði Fiskavirking og Fiskasøluni, hava hesar báðar risafyritøkurnar hóast alt følt eina vissa moralska skyldu á sær til ikki at ganga tí politiska politiska viljanum alt ov nær. ­ Men skal Framtaksgrunnurin nú ikki longur hava umboð í fyritøkunum, hann setir pengar í, missir hann eisini ávirkan. Tað vil aftur siga, at øll politisk ávirkan á Fiskavirking og Fiskasøluna verður slept. Tí er hetta tað sama sum at sleppa allari politiskari ávirkan á Fiskavirking og Fiskasøluna, og at loysa risafyritøkurnar úr øllum politiskum skyldum. Gera sum teimum lystir Marner Lisberg sigur, at tá ið Fiskavirking, Fiskasølan og Framtaksgrunnurin sleppa úr øllum politiskum bondum, eisini moralskt, er onki at ivast í, at tey fara at reka fyrirtøkur sínar á handilsligum grundarlagi burturav. ­ Tað merkir, at hesar fyritøkur fara at gera, sum teimum lystir. Fiskavirking fer at lata flakavirki aftur, um tað hóvar teimum best, og teir fara at sýta fyri at lata virki upp, ella at selja tey, um tað hóvar teimum best. Marner Lisberg sigur, at hann er púra sannførdur um, at tað eisini fer at føra við sær, at tað fer at verða enn truplari at keypa virki ur Fiskavirking. ­ Tað er ikki vist, Fiskavirking fer at halda tað verða skilagott at selja virki burturav, og har við skapa sær sjálvum kapping. ­ Samtykkir løgtingið endaliga uppksotið um at Framtaksgrunnurin ikki longur skal hava ávirkan á tær fyritøkur, hann setir pening í, fer tað tí at gera at tað enn truplari at keypa virkini úr aftur Fiskavirking. ­ Tí eru vit, eftir mínum tykki, longri frá at kunna keypa virkið á Tvøroyri aftur, enn vit hava verið nakrantí, sigur Marner Lisberg. Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Sølan setti met Líkt er til, at kunngerðin um avreiðing av fiski til innvigingar í Føroyum er farin at virka, siga tey á Fiskamarknaðinum Hendan vikan, sum farin er, var metvika á Fiskamarknaði Føroya á Toftum. Bara mánadagin vóru seld 266 tons fyri meira enn tvær milliónir krónur. >>Hetta er besti dagur nakrantíð, tað eg minnist, << sigur Oskar Joensen á Fiskamarknaðinum. Hann heldur, at tað er kunngerðin um avreiðing av fiski til innvigingar, sum er farin at virka. Oskar Joensen sigur, at tað mest eru virki, sum keypa fisk fyrrapartin í viku. Hetta er fiskur, sum skal arbeiðast til útflutnings. Teir, sum keypa til at útflyta heilt, keypa ikki fyrr enn seinni í vikuni. Tá vit tosaðu við Fiskamarknaðin fyrrapartin fríggjadagin, varð sagt, at keypararnir, sum flyta heilan fisk út, vóru framvið. Oskar Joensen sigur, at tað hevur verið nógvur útróðrarfiskur á marknaðinum seinastu tíðina. Veðrið hevur verið gott, og eitt sindur er at fáa. Men nú er streymurin harðnaður, so seinnapartin í vikuni hevur verið heldur slakari við útróðrarfiski. Eisini, sigur hann, hevur prísurin verið hampuliga góður, so tað ger sítt til, at fiskurin verður landaður í Føroyum, hóast onkur er, sum hevur verið uttanlands um dagarnar. Línubátarnir, sum hava verið á Bankanum, hava fingið heilt góðan prís. Onkur er komin upp í 16 krónur fyri tosk 1. Oskar Joensen sigur, at tað eisini eru bátar, sum ikki fyrr hava avreitt til Fiskamarknaðin, sum nú koma hagar. Ivaleyst slíkir, sum fyrr hava landað beinleiðis til teirra, sum flyta heilan fisk av landinum, heldur hann. Og fiskurin kemur at kalla allastaðni frá. Tó ikki úr Sandoynni, sigur Oskar Joensen. Tað man vera tí, at teir avreiða beinleiðis til virkini, sum nú hava latið upp aftur har suðuri, heldur Oskar Joensen á Fiskamarknaði Føroya á Toftum. Fiskamarknaðurin hevur deildir í Klaksvík og í Vági. Og har avreiða bátarnir úr Norðoyggjum og sunnaru helvt í Suðuroy. Men á Tvøroyri, heldur Oskar Joensen, avreiða teir beinleiðis til flakavirkið. Hetta, at tað fór at verða meira at gera á Fiskamarknaðinum, kom ikki óvæntað. Tað varð lagt upp til hetta við nýggju kunngerðini frá Landsstýrinum. Men tað ger tó kortini ikki, at tey enn eru farin at tosa um at byggja út, sigur Oskar Joensen. Hann sigur, at tað varð nógv gjørt í fjør, og tað fara tey at klára seg við nakað enn. Annars stendur á við skiljing, sigur hann. Teir eru einir 10 - 12 mans í skiljiliðnum, og teir arbeiða ofta frá klokkan átta á morgni til midnátt. Og onkuntíð meira, sigur Oskar Joensen. Tað arbeiða umleið 20 fólk tilsamans hjá Fiskamarknaði Føroya. Oskar Joensen sigur, at tað hevur verið støðugt nógv arbeiði nú í einar tríggjar vikur. Landingini tekur Fiskamarknaðurin sær ikki av. Tað er annað felag, sum stendur fyri tí. Og har eru eisini fleiri fólk til arbeiðis. Hon krúllar og klippur um allar Føroyar Elin í Haraldsstovu, harfríðkanarkvinna, hevur sett sær fyri at fara út á bygd og útoyggjarnar at arbeiða, har brúk er fyri henni. Fólk, sum annaðhvørt ikki hætta sær heimanífrá, ella sum búgva á bygdum, har eingin hárfríðkanarstova er, kunnu bert ringja og umbiða sær tíð Tað ber væl til at hava nógv at gera, tó at tú ikki hevur eitt fast arbeiðspláss at fara til um dagarnar. Tað hevur Elin í Haraldsstovu í Havn sett sær fyri at prógva. Hon er útbúgvin hárfríðkanarkvinna, og hevur arbeitt á hárfríðkanarstovu í Havn, seinastu seks árini. Elin í Haraldsstovu fekk hugskotið at gerast sjálvstøðug, uttan tó at stovna hárfríðkanarstovu, so sum vanlig er. Ístaðin fyri at lata viðskiftafólkini koma til sín, gjørdi hon av at fara til viðskiftafólkini - og tað uttan mun til - hvar tey búgva. Flestu støðini eru atkomilig við bili og báti, men har tað ikki ber til, er tyrlan hent. Við sær hevur hon alla útgerð sum er neyðug til hárviðgerð, og umframt kamb og saks eisini besta tilfar at krúlla, lita og annars aðra tænastu, sum hárfríðkanarstovur annars veita. Elin í Haraldsstovu hevur verið bæði í Fugloy, Svínoy og í Skúvoy og arbeitt, og tað gekk upp á stás, sigur hon. - Hví valdi tú at gerast sjálvstøðug - við ongari hárfríðkanarstovu? - Tað kom av, at eg bráddliga legði til merkis, at eg altíð var til arbeiðis. Um dagin á hárfríðkanarstovuni, men um kvøldið fór eg ofta út til fólk, sum onkusvegna ikki kundu koma til okkara, eitt nú fólk, sum liggja á sjúkrahúsi og aðrastaðni, sigur Elin í Haraldsstovu. - Eg helt tað eisini vera so keðiligt hjá teimum, tá tey høvdu fingið snøgga hárið, so var liðið so langt út á kvøldið, at tíðin var komin at leggjast. - Við tað at eg nú havi stundir at fara út, tá tað liggur best fyri hjá viðskiiftafólkunum, og eisini tá tað ber best til í arbeiðsgongdini, har viðskiftafólkini eru, riggar tað betur fyri allar partar, sigur Elin í Haraldsstovu. Onnur grundgeving fyri at skifta arbeiðshátt var eisini, at børnini hjá Elini og manninum eru vorðin so stór, og at Elin vil hava stundir at vera meira heima hjá teimum. Áður var tað soleiðis, at tað illa bar til hjá henni at gera eina avtalu við børnini, uttan so at hon varð brotin, tí óvæntað arbeiðið oftani forðaði henni í at halda orð. - Hvat skulu fólk gera, sum vilja hava teg at gera sær hárið? - Tað er fyri sovítt bert at ringja til mín. Eg kann fara út í privatheim, ella um fólk á smábygdunum taka seg saman og biða meg koma ein ávísan dag, tá tey hava stundir at fara til frisør, sigur Elin í Haraldsstovu. Hon fer bert út á bygdir, har eingin hárfríðkanarstova er. Vanliga verður ein plakat sett upp í handilinum, har fólk kunnu tekna seg, sum vilja hava hárið gjørt. Elin sigur, at viðskiftafólkini eru børn, ung og tilkomin, bæði kvinnur og menn. Á bygd verða vanliga bygdarhús, skúlar, men eisini privatheim riggað til at taka ímóti viðskiftafólkunum, men tað eru eisini aðrar forðingar. - Ofta sita t.d. gomul ella sjúk fólk heima, sum ikki hætta sær at fara út. Tey kunnnu ringja til mín, so fari eg heim til teirra. Við sær hevur Elin í Haraldsstovu stól og vaskibakka, spegil o.a., sum skal til einhvøjra hárviðgerð. Er talan um at fara í útoyggjarnar, so verður tað ofta gjørt í vikuskiftinum, og tá kann familjan nýta høvi at fara út at ferðast samstundis. Tað dámar teimum væl. Elin í Haraldsstovu var 32 ára gomul, tá hon fór í læru. Áðrenn hetta hevði hon arbeitt á ellis- og røktarheimum, bæði í Danmark og í Føroyum, men hevði hug at skifta starvsøki. Hetta yrki dámar henni væl, men fyri at fáa ávirkan á arbeiðstíð og frítíð, er henda broytingin ein góð loysn, heldur Elin. - Er tað ikki strævið at arbeiða um allar Føroyar á henda hátt? - Nei, tað haldi eg ikki. Eg havi roynt hetta, og veit hvat tað inniber, so eg vænti at tað fer at ganga, sigur Elin í Haraldsstovu. Hon tekur ímóti bíleggingum á telf. 10445 - 86445. Hví spæla tey bridge? Spyrt tú fólk, hví tey tíma at spæla bridge, fæst einki stutt og ítøkiligt svar. - Eg veit ikki. Eg havi altíð spælt kort. Pápi plagdi at siga, at eg dugdi at spæla kort, áðrenn eg dugdi at ganga, sigur Reimar Isaksen, limur í Havnar Bridgefelag í 44 ár. - Mær dámar at brúka høvdið og at kombinera. Tað ræður ikki um at hava góð kort, men at spæla kortini væl. Tað kemur ikki av sær sjálvum, ein stóran part avger tú sjálvur, sigur Reimar. Mortan Rasmussen orðar seg eitt sindur øðrvísi: - Tað er samveran við onnur, og altíð er hugnaligt at spæla, hvørjum felag tú enn ert í. Tað er ein serligur máti at vera saman uppá, og eitt serligt samanhald. - Mær hevur altíð dámt væl at loysa uppgávur, eg loysi t.d.krossorð, tí tað er stuttligt, og matematikk hevur altíð verið mítt fak. - Eg kann leggja aftrat, at eg havi spælt uttan íhald í 30 ár, og so leingi eg havi lív og heilsuna, fari eg at spæla bridge, sigur Mortan, sum hesi árini tilsamans í fleiri ár hevur verið nevndarlimur í Havnar Bridgefelag, hevur umboað felagið í Bridgesambandinum og í húsanevndini. Hann hevur í fleiri umførum undirvíst á bruidgeskúlanum, og tað ger hann hann eisini henda veturin. Spælt nógv uttanlands Reimar Isaksen man vera tnn føroyski bridgespælarin, sum oftast hevur spælt uttanlands. Hann var við á liðnum hjá Havnar Bridgefelag, sum í 1958 var í Íslandi og spældi ímóti Keflavíkar Bridgefelag. Hinir á liðnum ta ferðina fóru Palli Henriksen, Gullak Zachariassen, Poul Guttesen, Adler Olsen og Finn Winther. Upp gjøgnum árini hevur Reimar verið á fleiri liðum, sum hava spælt móti vitjandi norðurlendskum liðum og verið uttanlands á føroyskum liðum. Haraftrat hevur hann luttikið í fleiri norðurlendskum kappingum. Hugin at fara burtur at spæla hevur Reimar ikki lagt av, og seinastu árini hevur hann gjørt fleiri bridgeferðir, einamest saman við Georg Egholm, sum er ein av makkarum hansara. Viðhvørt fara teir út at ferðast, og á hotellinum finna teir fram til okkurt bridgefelag í býnum. Men oftast fara teir serligar bridgeferðir, ið fyriskipaðar verða úr Danmark. Teir hava verið til alskyns kappingar longur burturi. Teir hava t.d. verið á Florida, tríggjar ferðir í Karibia, tvær ferðir í Rumenia, teir hava verið í Kina, Turkalandi, Martokko og aðrastaðni, og nakrar ferðir hevur Reimar vitjað Georg, tá hann hevur arbeitt í Suðurafrika, og har spældu teir eisini. Mangan hava teir vunnið í kappingunum, teir hava luttikið í. Nú í januar gongur leiðin til Egyptalands. Reimar minnist eina ferðina, teir spældu í einum bridgefelag í Marokko. Meldikassar vórðu ikki brúktir, so teir noyddust at læra seg eitt sindur av fronskum fyri at kunna spæla og siga síni meld. Reimar kom tá heilt í neyð, tí hann hevði gloymt, hvussu "seks" æt á fronskum og kom tí at melda sjey kleyvarar í staðin fyri seks kleyvarar. Tá stóð nógv á, men endin var, at Reimar harvið vann stórt. - Tað er ógvuliga stuttligt at hava henda møguleikan at ferðast og samstundis hava møguleikan at spæla. Við tað at vit spæla koma vit eisini í sambamnd við nógv fólk, sigur Reimar. Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Tey ungu eru so fitt Jansy Mouritsen, sum nú er 84 ára gomul, spælir framvegis í Havnar Bridgefelag. Áður spældi hon eisini í hinum feløgunum í Havn, men nú er tað nóg mikið fyri hana at spæla í Havnar Bridgefelag, parakapping aðru hvørja viku. og hon møtir trúliga. - Hví fór tú at spæla bridge? - Eg gekk í bindiklubba. Har vóru onkrar, sum vóru byrjaðar í bridgeskúlanum, og eg fekk so eisini hug at fara við í bridgeskúlan, sum var í gamla kommunuskúlanum. - Har vóru fleiri, sum skiftust um at undirvísa, m.a. Reimar Isaksen, A. G. Nielsen, Jæogan Andreassen og Børge Egholm. Vit gingu har í trý ár, og so var tað í 1973, at vit vildu í eitt felag at spæla, og til endans sluppu inn í Havnar Bridgefelag, sigur Jansy. Áðrenn hon fór í bridgeskúla, var Jansy von við at spæla kort, men tey spældu onnur spøl. - Eg havi spælt nógv, og eg kann siga tær, at eg havi bæði vunnið steyp, dunnur og gæs. - Eg minnist eina gásakapping, eg hevi Doktar Magnussen til makkara. Tað gekk so væl hjá okkum, og móti endanum segði hann, at nú hevði hann um velið á gásuni. Men løtu seinni misti hann taki, og vit fingu dunnuna. - Ein lækni gav mær einaferð tey ráð at halda fram við at fáast við tað, sum hevði mín áhuga, tí tað kundi halda meg fríska.- Mær hevur altíð dámt væl í Havnar Bridefelag, har eg eri komin at kenna nógv fólk. Fyri meg hevur tað ikki altíð verið so avgerandi at vinna, eg havi hugnað mær kortini. - Tey ungu fólkini, sum spæla, eru eisini ógvuliga fitt, og so duga tey so væl eisini, sigur Jansy. Tú kanst ikki verða heimsborgari fyrrenn tú ræður í egnum landi - Onkur vil kanska halda, at hetta er ein farin tíð. Nú á døgum eru tað sjálvandi onnur mál, og aðrir vegir, men myndin er onki øðrvísi. Tí stríðið er akkurát tað sama. Emil J. Thomsen Jú, Emil Thomsen letur aftur hoyra frá sær. Eftir ein steðg í trý ár gevur Bókagarður aftur tvær sera forvitnisligar bøkur út. Onnur bókin er "Ferð mín til Damaskusar3, sum Kristian Osvald Viderø hevur skrivað, og sum fæst fyri 190 krónur. Hin bókin er >>Frælsmannamál<<, sum fæst fyri 280 krónur. "Ferð mín til Damaskusar<< er 13. bókin, út er komin eftir Viderø og hann hevur langt síðani ritað navn sítt fast sum eitt hitt víðskygnasta skald okkara. Hann er óneyðugt at siga meiri um. Hin bókin, >>Frælsmannamál<<, er eitt rúgvismikið úrval av blaðgreinum og røðum, hildnar á fólkafundum og aðrastaðni í 1899- 1926. Tað er gamli lærarin í Klaksvík, Tummas Lenvig trímenningur Emil, sum hevur savnað saman. Í bókini eru nakrar og áttati greinar og røður frá hesum árunum. Tvey nøvn eru, sum ganga aftur og aftur í bókini: Tingakrossur og Rasmus Rasmussen. Men har eru eisini røður og greinar eftir Jákup Dahl, Símun Skarð, Bærentsen, amtmanni, Jóannes Patursson og M.A. Winther, fyri at taka nøkur nøvn burturúr rúgvuni. Hugskotið til bókina fekk Tummas Lenvig, meðan hann var í ferð við eina ritgerð um Bábilstornið. Tá rendi hann seg fleiri ferðir á navnið Rasmus Rasmussen og settist so at kanna eftir, hvat hann hevði skrivað og latið koma á prent í bløðum og tíðarritum herheima og uttanlands. - Eftir nærri kanning vísti hetta tilfar seg at vera sera áhugavert. Tí her var talan um søgulig, mentanarlig og politisk evni við greiðari støðu til tjóðskaparmál og rættindi føroyinga á søguligari grund í fortíð og í samtíð. Meðan arbeitt var við hesum, kom Tummas Lenvig framá annað tilfar, har serliga frásagnir frá fólkafundum skal nevnast. Kveiktu andligan gróður Talan er um røður, kendir menn hava hildið. Men umframt hetta, er eisini annað tilfar tikið við, sum verður mett at hava áhuga hjá nútíðarfólki at kunna seg við. - Teir menn, sum skipaðu fyri hesum fólkafundum, og tóku orðið har, vóru tjóðskaparsinnaðir hugsjónarmenn. Felags fyri teir var, at teir vildu fremja upplýsing og kveikja andligan gróður við føroyskum máli og føroyskari mentan sum grundstøði. Henda bókin, "Frælsmannamál3 hóskar serstakliga væl til grundstøðið undir øllum tí drúgva útgávuvirkseminum hjá Emil Thomsen. Tí hansara aðalstevna hevur altíð verið at geva bøkur út, sum menna málið og mentanini á Føroyum. Og besta amboðið til tað, heldur Emil, hevur verið at geva tí breiða almenninginum atgongd til bøkur, hann annars ikki hevði havt møguleika at ogna sær. Og væl má sigast at tað hevur vignast hjá Emil. Tí hesi 29 árini, hann hevur havt Bókagarð, hevur hann givið einar 8-10 bøkur út um árið í miðal, tilsamans einar 300 bøkur. -Tá ið eg fór at geva bøkur út vóru at kalla ongar føroyskar bøkur í einum vanligum heimi. Í dag munnu tað vera fáa staðni, har ikki onkrar bøkur frá Bókagarði standa og tí haldi eg, at eg havi rokkið míni aðalstevnu, sigur 82 ára gamli, men enn virkni, Emil. - Og tað er mær ein stór gleði, at bøkur mínar esini eru komnar skúlunum væl við. Og tað fløvaði at fáa bræv frá gomlum lærara, sum stutt segði mær, at tað hevði ligið vátt undir føti hjá framhaldsdeildini í føroyska skúlanum, vóru bøkurnar hjá Bókagarði ikki komnar. Má hava góðar vónir Nú eru trý ár síðani Bókagarður læt frætta frá sær seinast. Emil Thomsen sigur, at kreppan neit so fast, at tíðirnar vóru ikki til at geva bøkur út. - Kreppan var eitt øgiligt bakkast fyri samfelag og fyri einstakling, og í nøkur ár skerst ikki burtur, at fólk hava verið noydd at prioritera mat, hita og ljós hægri enn tann andliga førning, bøkur geva. Men tá ið hann nú aftur er farin undir tvey stórverk, er tað tá tí, at hann aftur hevur fingið betri vónir til framtíðina? - Eg má siga, at henda stevna, eg havi sett mær, er so stór, at eg má hava góðar vónir. Við at gevast fært tú onki á skaftið. Emil sigur, at tá ið hann hevur givið bøkur út, hevur hann altíð lagt dent á, at bøkurnar skulu hava dygd og tyngd, bæði til innihald og til útsjónd. - Eg haldi, at bøkur skulu vera snøggar. Tær skulu ikki bara lesast og so tveitast burt. Tær skulu standa á hyllini so at komandi ættarlið kunnu veksa upp saman við teimum. Høvdu vaml fyri politikarum At geva hesa bókina hjá Viderø er eitt náttúrligt framhald av útgávuvirkseminum hjá Bókagarði. Men Emil Thomsen dylir ikki fyri, at hann er serstakliga fegin um, at tað untist honum at geva bókina "Frælsmannamál3 út. - Bókin vísir okkum, hvussu teir menn hugsaðu, sum royndu at leggja lunnar undir frælsið og framburðin í Føroyum. - Hon vísir okkum, hvussu nógvar, góðar kreftir stríddist fyri at berjast fyri frælsi, framburði og andligum vinningi - men eisini, hvussu sterkar kreftirnar vóru ímóti. - Ella sagt heilt stutt: hon vísir okkum sambandsillgerðirnar, sigur Emil Thomsen. Men bókin vísir okkum ikki bara, hvørjar hugsjónarligar eldsálir myndaðu almenna kjakið í Føroyum fyrstu árini í hesi øldini. Tað eru eisini greinar og røður, har ið menn hava lagt tankar fram um vinnuliga og handilsliga menning her á landi. Áhugavert er tað, at fyrst í hesi øldini, høvdu fólk sama vaml fyri politikarum, sum fólk hava ídag. Tí í teirri einu greinini verður t.d. skrivað um Oliver Effersøe og Fríðrik Petersen, í 1910, at "....tað er óivað, at nógv av fólki í Føroyum er farið at leiðast við politikk, soleiðis sum hann artar seg her hjá okkum: Eitt støðugt klandur ímillum persónar og partíir, ein júkan upp í saman um tað sama, ein illvilji og ein illsemja, ið forðar allari samvirkan til bata fyri landið....3. Hetta kundi fyri tað verið skrivað í dag, heldur Emil. Fær fólk at hugsa Emil Thomsen dylir ikki fyri, at hann metir "Frælsmannamál3 sum eina av sínum allar týdningarmiklastu útgávum øll hesi árini. Ja hann fer so langt sum at siga, at hetta er ein tann týdningarmesta bókaútgáva í hesi øldini. - Bókin vísir okkum, at politiskt klandur ber ikki til, ber onga frukt. Tað kann alt tað unga fólki læra ein hóp av. - Tað vísir seg oftani, at tá ið fólk missa fótafesti, leita tey aftur til røturnar, eftir onkrum støði, har tey fáa fast undir føti aftur og kunnu byrja starvið framá av nýggjum. - Hjá teimum monnum, sum livdu í Føroyum fyrst í hesi øldini var tað tað tjóðskaparliga stríðið, sum bar teir framá, og sum teir bygdu víðari á. Og boðskapurin í bókini kann sigast við heilt fáum orðum: -Tú kanst ikki vera heimsborgari fyrrenn tú ræður í egnum landi, sigur Emil Thomsen. - Onkur vil kanska halda, at hetta við tjóðskaparstríðið og tjóðskaparligum hugsjónum er ein farin tíð. - Men tað er tað ikki. - Sjálvandi eru tað onur mál, og aðrir vegir, sum eru uppi í tíðini í dag. - Men myndirnar verða tær somu, tí hetta er akkurát sama stríð, vit stríðast í dag, leggur hann afturat. Havnar Bridgefelag 60 ár "So leingi eg havi lív og heilsuna ætli eg mær at spæla" (Mortan Rasmussen, bridgespælari í 30 ár) Havnar Bridgefelag,. sum er elsta bridgefelag í landinum, hevur í dag jubileumskapping, og í kvøld verður veitsla. Hósdagin í vikuni sum er við at fara, 13. november, fylti felagið nevniliga 30 ár. Nú er ov seint at fara til nakran av teimum átta monnunum, sum 13. november 1937 settu hvørjum øðrum stevnu fyri at stovna bridgefelag. Eingin teirra er longur á lívi. Men gerðabøkurnar og brøv eru til, og tað eru eisini spælarar, sum hava verið limir í felagnum í meira enn 40 ár. Ikki bara klubbalimir Fara vit aftur til fyri stovnanina av felagnum vóru tað fleiri menn, sum plagdu at spæla bridge í Havnar Klubba, men tað var tann trupulleikir, at tað eisini vóru teir, sum høvdu hug at spæla bridge, men antin ikki kundu ella vildu gerast limir í Havnar Klubba og tí ikki sluppu at spæla við. Til dømis var so at siga ógjørligt tá hjá sakførarum at gerast limir í Klubbanum. Klubbin hevði tá somu skipan sum nú, at nýggir limir skuldu balloterast inn, t.v.s., at limirnir skuldu atkvøða, um viðkomandi kundi gerast limir. Og sum sagt var torført hjá sakførarum at sleppa ígjøgnum hetta nálareyga, tí millum limirnir var altíð onkur, sum hevði ilt eyga á teimum og fekk aðrar eisini at atkvøða ímóti. Hetta verður váttað av einum brævi í skjalagoymsluni hjá Havnar Bridgefelag. Tað var ein limur í felagnum, ein sakførari, sum í 1941 skrivaði til nevndina og dámdi lítið, at bridgefelagið skuldi leiga spælihøli frá Klubbanum. Hann skrivar m.a., at hann hevur ikki hug at vera klubbalimur fyri at spæla, vil ikki útseta seg fyri at verða feldur í ballotatión og haraftrat hevur hann als ikki hug at spæla, um klubbalimir sum klubbalimir skulu hava atgongd til bidgefelagið. Í áravís í Klubbanum Men hvussu var og ikki. Havnar Bridgefelag leigaði í áravís eitt kvøld um vikuna spælihøli frá Havnar Klubba, líka til Havnar Bridgefelag saman við Nýggja Bridgefelag og Bridgedeild Kaggans í 1992 keypti gamla HB-húsið til bridgehús, og her hevur verið spælt síðan. At spælt varð so leingi í Klubbanum man vera orsøkin til, at nógv fólk seta havnar Bridgefelag í sambandi við Klubban, men nú eru felagsskapirnir í øllum førum hvør sín. Teir átta menninir, sum vóru á stovnandi aðalfundinum í Tórshavn Bridgeforening, sum felagið æt tá, vóru hesir: Bankdirektør Th. Petersen, Sagfører Christensen, Johannes Olsen (Hanneba hjá Sam), Købmand Lauritzen, Konditor Sigfried Skaale, Bogholder Einar Dahl, Adler Olsen og Bogholder Roland Hansen. Teir átta bridgespælararnir blivu fleiri, og sambært limalistum hava teir verið út ímóti 40, so teir hava kunnað spælt við átta- nýggju borð. Vildu læra Gomul brøv vísa, at teir hava havt stóran áhuga fyri at lært meira, hava spurt seg fyri um bøkur, og teir hava eisini vent sær til bridgekønar menn í Danmark og Noregi og biðið um vegleiðing í at leggja kappingar til rættis og til at upplæra óroyndar spælarar. Reimar Isaksen, sum framvegis, er íðin og millum fremstu spælarar í landinum, bleiv limur í Havnar Bridgefelag í 1953. - Tað var Magnus Jensen, sum lokkaði meg at koma at spæla. Eg hevði altíð spælt kort, og tey trý árini, eg arbeiddi í Íslandi, hevði eg spælt eitt sindur av bridge, meira barr-bridge, tey rópa. Teir spældu tá eftir tí gomlu skipanini við vienna, men teir brúktu onga veruliga meldiskipan, teir skiftu alla tíðina makkarar, og tað var minni gott, heldur Reimar. Men so fóru teir at læra seg acol, og harvið blivu meldingarnar neyvari, spælið betri og meira vísindaligt tos kom. Eitt fast lið Teir spældu fast hvørt fríggjakvøld, og so vandu teir eisini mikukvøld. Teir vóru nakrir, sum spældu saman, Finn Winther, Jákup Weihe, Gullak og Reimar, og teir spældu allir etir Goren-meldiskipanini í nøkur ár. Teir spældu so líka, at teir kundu allir spæla saman, skiftust frá kvøldið til kvøld um at vera makkarar, og væl bar til. Reimar hevur øll hesi árini havt nógvar ymiskar makkarar. Lært fleiri at spæla Reimar er ein teirra, sum legði nógva orku í at læra frá sær. - Eg visti, at tað vóru fleiri, sum høvdu hug at spæla, og eg fór tí undir at hava undirvísing her heima hjá mær sjálvum í nøkur ár. Tað var fyrst í 1960-árunum, at hann legði øðrum á, og so undirvísti hann aftur seinni í gamla kommunuskúlanum. Nógv eru tilsamans tey fólkini, sum Reimar hevur lært at spæla bridge. Leingi var Havnar Klubbi eitt mannfólkafelag burturav. Konurnar hjá spælarunum vístu ongan áhuga fyri at koma uppí, og menninir hugnaðu sær saman og spældu í Klubbanum, og teir høvdu sínar veitslur. Tað var ein serliga veitsla, sum nevndist Gyldenspjæt-kvøldið. Teir møttust á hotellinum at eta gular ertar, fingu alt gott afturvið, og tá tað fór at skriða í fingrunum eftir at sleppa at spæla, fóru teir allir í Klubban og spældu, so leingi sum teir orkaðu. Hesin siður helt sær leingi. Men fyrst í 70-árunum fór limatalið at minka, og teir vóru so fáir, at spælt varð bara við fýra borð. Teir vóru ikki so frægt mannaðir, at teir kundu hava liðkapping. Nøkur ár frammanundan varð Nýggja Bridgefelag stovnað av fólkum, m.a. konufólkum, sum ikki sluppu upp í Havnar Bridgefelag, og øðrum, sum hildu elsta felagið verða blivið í so stirvið. Í 1972 kom eisini Bridgedeild Kaggans, har einamest yngri fólk vóru limir. Tað vóru komnar nýggjar tíðin, og fjøldin vildi sleppa uppií. Øll ella eingin So kom aðalfundurin í Havnar Bridgefelag 14. september 1973, og hesin fundur kom at broyta felagið fullkomiliga. Tað var ein stór fjøld av fólki, sum hevði gingið í bridgeskúla, og sum hetta árið vildi í Havnar Bridgefelag at spæla, men ikki kundu tey tað øll, tí fleiri av fólkunum vóru kvinnum. - Vit gjørdu tá felagnum púra greitt, at antin vórðu øll hesi 22 fólkini tikin upp sum limir, ella kom eingin teirra, sigur Mortan Rasmussen, sum hevur verið limur í felagnum í 30 ár og eisini hevur undirvíst í fleiri umførum á bridgeskúlanum. Onkur hevði hug at muta ímóti, men tá atkvøtt var, var bara ein ímóti. Hetta minnist Jancy Mouritsen væl. Jansy var ein av teimum 22. - Men tá ið vit so vóru komin inn í felagið, vóru teir ógvuliga blíðir. Vit vórðu væl móttikin, sigur Jancy, sum síðan hevur verið limur í Havnar Bridgefelag og hevur trivist væl har. Aftaná tað fór limatalið at vaksa í felagnum, og felagið bleiv so stórt, at spælt varð í trimum røðum. So trongligt var hjá teimum í Klubbanum, at tey næstan sótu omaná hvørjum øðrum. Limatalið kom upp á næstan 100. Um tað mundið vóru eitt skifti 13 bridgefeløg í landinum, og bløðini høvdu bridgeteigar. Í Sosialinum var tað Moran Rasmussen, sum skrivaði. Væntar nýggja framgongd Tey seinastu árini hava øll bridgefeløgini líka sum flestu onnur ítrivsfeløg havt afturgongd. Kappingin um frítíðina hjá fólkið er vaksin, tilboðini eru so mong, og bæði sjónvarp og kreppan fáa somuleiðis skyldina. Men í hvussu er Mortan Rasmussen hevur góðar vónir um, at bridgefólkini fara at gerast fleiri aftur. - Um bridgefeløgini gera nakað við tað, so vænti eg, at bridgespælið fer at fáa framgongd aftur í Føroyum eins og aðrastaðni. Eg vænti, at fleiri fara at fáa eyguni upp fyri hesum frálíka ítrivi, men tað krevur, at bridgefeløgini veruliga taka sær um reigg. Einki kemur av sær sjálvum, sigur Mortan Rasmussen. Jógvan Isaksen At fóta sær í tilveruni Tá ið Hanus Andreassen í 1980 gav út sítt fyrsta søgusavn, kom tað óvart á mong, at savnið var somikið øðrvísi enn føroysk søgusøvn flest. Bara tittulin: >>Dóttir av Proteus<>Dóttir av Proteus<< er býtt í tríggjar partar við tveimum søgum í hvørjum. Tann stutta >>Hellan<< leggur fyri sum ein vakur prologur frá barnaárunum á útoyggj. Fyrstu setningarnir boða frá markleysum møguleikum: >>Á oynni var alt, sum lív kundi lysta hjá einum óvita...<<, og tínæst verður alt tað góða, sum finst í paradísinum reksað upp. Men blaðsíðan er ikki hálvgingin, tá ið lesarin fær varhugan av, at bygdin ikki er tann bera friðsæla, at undir tí hugnaliga yvirflatanum liggja aðrar kreftir og lúra. Hellan, fjart frá bygdini og har tey vaksnu ikki seta sín fót, umboðar afturfyri lukkudreymarnar. Drongurin kennir seg greidliga happaðan av bygdarfólkinum, følir seg persaðan í eina prokrustessong, meðan hellan umboðar frælsið og ævintýrið, ein heimur uttan mark, har tú kanst spæla tey villastu spøl og droyma teymaleysar dreymar. Dreymar, sum fevna líka frá >>Sjúrðarkvæðunum<< um >>Nám Salomon Kongs<< til at bjarga eini trímastraðari skonnart. Spillan í søguni er tey vaksnu - summi av teimum - og mótsetningurin í søguni er júst ímillum tann reina barnaheimin fjart frá bygdini og so ta tvitnu verðina heima í túninum. Hugflog stendur ímóti tvørari gagnhugsan. Kortini er søgan ikki døpur og merkt av vónloysi. Tvørturímóti. Høvuðseyðkennið er ævintýr, hugflog og lívshugur, sum tað ikki fer at lukkast bygdini at køva. Fals undir fríðum skinni Næsta søgan við sálmatitlinum >>Undir tínum veingjabreiði<< leggur fyri við hesi søgn: >>Oftast hendi tað, eftir at hann hevði ligið leingi sjúkur<<. Orðini rúka av ófrættum, av fyriboðan um óheimligar hendingar og - feigd. Frásøgumaðurin - drongurin Kaisten - fær tíðum kensluna av, at hann hevur mist sambandið við foreldur og systkin, at hann er glataður. Søgan byrjar sostatt grimmliga, men líðandi hæsar tann óunniliga kenslan av, og vit eru aftur í gerandisdegnum. Og hvar er hesin gerandisdagurin? Jú, hann er >>í eini hugnaligari, lítlari bygd<<, at síggja til eitt rætt paradís. Kortini er okkurt, sum ikki ruggar rætt! Hvussu kann drongurin við millumbilum vera so illa heitin, tá ið hann býr í eini tílíkari bygd? Antin er nakað galið við dronginum, ella er okkurt í bygdini, sum eygað ikki sær. >>Undir tínum veingjabreiði<< er ein beisk lýsing frá barnaárunum í lítlari bygd, har jagstran og stigmatisering av honum, sum er annarleiðis, er gerandiskostur, og har smádrongurin ikki kann snúgva sær til foreldrini, tí tey hava gloymt ræðslurnar frá uppvøkstrinum. Bygdin verður lýst við speisemi: har kann eingin synd vera, tí prestar og prædikumenn vitja so tíðum, og restini tekur lærarin sær av, >>so mundi nøkur sál hava neyð har á staðnum?<<. Og stressaðir ferðamenn, sum vitja, meina, at her má reinleikin búgva. Síðani vísir høvundurin, hvussu smábygdin stundum kann vera eitt helviti, sum hann ið kemur uttanífrá ikki merkir, men sum serstakliga tann minni menti, sum býr í bygdini, veit alt um. Tað tekur tíð at læra at tulka tað dulda háðið og spottið, >>tað kravdi tev og týðarakynstur<<. Ræðslan, sum stundum kemur á Kaisten, er uttan orð. Hann sigur einki við foreldrini, tí tað ber ikki til at lýsa angistina fyri teimum. Og júst tí hon ikki kann orðast, fær eingin hjálpt honum, hvørki Gud ella menniskir. Hann er verjuleysur ímóti tí tvítýdda, tí ikki sagda, og teir vaksnu nýta hetta sum vápn og miðil at sleppa av við alt tað niðurbundna, sum bilgist innan í teimum. Tað sama verndarloysi gongur aftur, tá ið hann er saman við teimum størru dreingjunum. Meðan øll børnini spæla saman, er tað sum í aldingarðinum, men fyrst ið hann er einsamallur við teimum størru dreingjunum, gerast teir til smámyndir av teimum vaksnu og við minst líka ringari muru. Eitt kvøldið verður Kaisten snøgt sagt neyðtikin. Søgan kann lesast sum ein syndafalssmyta, har Kaisten er menniskjað í aldingarðinum, ið sum frá líður gerst alt meira greitt yvir, at syndin er komin inn í heimin. Bæði deyðin og seksualiteturin leika á, og tað eru júst hesi, sum saman við ævinleikanum og Gudi gera vart við seg, tá ið herðindini av angist koma á hann. Friður er bert í løtum, tá ið stór og smá beistast saman >>og alt var spæl og gloymska<<. Eins og drongurin ikki veit, hvussu hann skal tulka tað, sum teir vaksnu menninir siga og gera, veit hann heldur ikki, hvat Gud vil honum. Tað lúnuta hjá teimum gudlýdnu og hjartareinu bygdarmonnunum verður flutt yvir á Gud. Fanarnir eru jú gudsóttandi. Úrslitið er, at drongurin ikki ræðist Illamann, men Gud! Drongurin veit ikki, hvørji krøvini eru, sum Gud og tey vaksnu seta honum, men hann hevur varhugan av, at hann, hvussu tað víkur og vendir, ikki lúkar tey - og tilveran er á tremur av iva og ræðslu. Hann følir, at alt sum kemur oman yvir hann, hevur hann sær sjálvum fyri at takka, og á heimferð, eftir ta ringu viðferðina, hevur hann hesa viðmerking til tey vaksnu: >>tey vaksnu, hugsaði hann, so býtt, so góðvarin, so sakleys<<. Tey vita ikki av tí sortudíki av skomm og synd og óreinheit, sum er tann heimur, drongurin ferðast í. >>Undir tínum veingjabreiði<< er ein svíðandi lýsing av tí falsi, sviki og óndskapi, sum býr undir tí friðsæla yvirflatanum í tí lítlu bygdini. Barnaárini verða ein reinsanareldur av happing og meinfýsni, ein gonga í ævigum ótta fyri ikki at gera tað rætta, fyri ikki at gerast rættur maður. Ivi og tvørrandi sjálvsálit verða sádd í barnaárunum og gerast seinni ein høvuðsmeinbogin í lívinum hjá tí unga manninum. Sperdur og við tap í hendi Annar partur fevnir eisini um tvær nær skyldar søgur, >>Tann bláa kannan<< og >>Dóttir av Proteus<<. Vit eru nú stødd í teimum fyrstu vaksnamannaárunum og í ávikavist Keypmannahavn og Havn. Býirnir báðir eru knýttir at hvørjum øðrum, kanska serliga fyri hann sum fær sær útbúgving, og tá ið tú ert í øðrum, er hin so mangan í baksýninum. >>Tann bláa kannan<< fer fram eitt heitt vár í stórbýnum, og frásøgumaðurin liggur vakin og snarar og vendir sær og hugsar um heimlandið og foreldrini, og hoyrir náttúruna siga: >>Lívið er bert eina ferð, far út og tak tað, meðan tað er<<. Men tað er júst hetta, hann ikki vágar, sjálvt tá ið hann fær møguleikan latnan upp í hendurnar. Hann hevur fingið tokka til gentuna Rúnu, og sum frá líður, gerst hon hansara eitt og alt. Í fyrstu atløgu er sambandið á tí intellektuella bógnum, og tey tosa um alt ímillum himmal og jørð. Tann kropsligi parturin verður ikki drigin uppí, hann verður í staðin nøktaður í studentalívinum, har tað andliga afturfyri ikki eigur sess. Tilveran er býtt upp, og teir einstøku partarnir standa leysir av hvørjum øðrum: hugur fyri seg og hold fyri seg. Og sjálvsagt er hetta ikki ein varandi støða. Rúna vil meira enn hugflog, men okkara maður ansar sær ikki løgini. Og tá ið vinmaðurin og vallarin Gustav, ið ikki hevur lyndi at lata seg niðurbinda av djúphugsni, kemur framvið, er so stutt, til hann er horvin við gentuni. Gustav er mótsetningurin hjá frásøgumanninum. Hann tekur sær av løttum og letur seg ikki darva av tilveruspurningum. Fyri hann er tilveran, og í kappingini við tann niðurbundna, hugsanarsama, gerst hann sigurharri, tí hann mótsett hesum torir at grípa lívið. Í endanum verður tráðurin frá teimum undanfarnu søgunum tikin uppaftur. Enn einaferð veit hann ikki, hvat tey vaksnu - í hesum føri foreldrini - hava í hyggju. Sum ikki einaferð ger barnastøðan vart við seg í vaksnamannaárunum, og tí tú ongantíð ert komin til sættis við hana, sýnir hon seg eins og í hamferð og boðar frá vanlagnu og trega. Nøkur gongd leið hómast ikki. Í tittulsøguni >>Dóttur av Proteus<< hevur høvuðspersónurin aftur trupulleikar við at taka við møguleikanum, tá ið hann býður seg fram, og frammarlaga í søguni verður sagt: >>Men hann fekk ikki tikið avgerðina, beint tá hann skuldi, hann lorkaði løgini burtur<<. Søgan fer fram í einum ølklubba í Havn eitt vikuskiftiskvøld, og afturlítandi brot verða flættað inn í lýsingina av leikinum í ølklubbanum. Klubbakarmurin eina tílíka nátt er væl raktur, men snaraður í tað beiska borðið, tí hann í veruleikanum er sæddur av einum eygleiðara og ikki einum luttakara. Huginum at tríva eftir lívinum, sum fullbúgvið er sett fyri hann, bilar einki, men onkursvegna dugir hann tað ikki, so at tað aloftast er ov seint, tá ið hann endiliga raknar við. Gentan, sum hugur hansara stendur til, verður lýst soleiðis: >>hon var sum ein dóttir av Proteus send inn í ætt teirra einhamaðu at skapa kaos, ruðuleika, hóttafall<<. Eins og Proteus hevur hon óteljandi hamar og er tí hál at halda um. Tá ið náttin er av, er hon farin avstað við einum øðrum, og høvuðspersónurin má fara heim til gentu, ið bíðar eftir honum, men sum hann ikki er førur fyri at elska: >>Tað kendist, sum bankaði onkur upp á hansara hjartarúm, og sum fekk hann ikki latið upp, hvussu fegin hann so vildi, tí lykilin lá fjaldur djúpast á havsins botni<<. Tittulin, >>Dóttir av Proteus<<, er ikki ein vanligur føroyskur bókatittul. Tað grikska navnið er sjálvandi rárt, men tað, sum ger vart við seg, er tann lítla fyrisetingin >>av<<. Hon er ikki vanlig í føroyskum, og ummælarar høvdu fremstafingur á lofti og gjørdu høvundin varan við, at hann átti at vitað betur. Tað ger hann ivaleyst eisini. Fyrisetingin er ikki ein málslig villa, men ein heilsan til griksku týðingarnar hjá Janusi Djurhuus, og her fyrst og fremst til >>Ilionskvæði<<. Girnd og happing Tær báðar søgurnar í triðja parti, >>Gerontiskt millumspæl<< og >>Tann nýggi maðurin<<, eru rættiliga ymiskar. Meðan tann fyrra søgan stendur fyri seg sjálva í mun til restina av savninum, so tekst tann seinna við spurningar, sum vóru havdir á lofti í teimum báðum fyrru pørtunum. Tað er ein dámur av Rikard Long yvir >>Gerontiskum millumspæli<<. Fyrstu setningarnir eru: >>'Det är skönt att bli gammal', sigur ein persónur í stuttsøguni Det mörknar över vägen eftir Hjalmar Söderberg<<. Bæði heilsanin til aldurdómin og Söderberg eru fastir tættir í skaldskapinum hjá Rikard Long. Tittulin spælir upp á tvinnanda týdningar; á annan bógvin eitt millumspæl í aldurdóminum - høvuðspersónarnir eru flestir eldri menn - og á hin bógvin á samsvar við teir harðrendu gomlu ráðharrarnar í Sparta. Frásøgumaðurin er ein friðarligur bókhaldari, sum á eini flogferð úr Danmark hittir stórhandilsmannin Antinis Pálsson, ið elskar gamlar lutir og sum vil gera alt fyri at fáa hendur á teimum. Hann er um 70 ára aldur, men ellin hevur ikki spekt hann, tvørturímóti. Hann dugir sær ikki hógv, men júst tað hevur alt lívið fingið onnur at flutt seg fyri honum. Klimaks í søguni er, tá ið frásøgumaðurin noktar at vera Antinisi Pálssyni til vildar og koyrir hann á dyr. Handilsmaðurin fær ein hvøkk og doyr tveir mánaðir seinni, av tí dyggu mótstøðuni verður sagt millum manna. Tann at síggja til lítillátni mentamaðurin basir tí harðrenda umboðnum fyri ta sálarleysu kraddaramentanina. Í seinastu søguni,>>Tann nýggi maðurin<<, verður ein smádrongur illa argaður av arbeiðsfelaganum hjá frásøgumanninum Gunnari, til hesin steðgar honum. Stutt frammanundan er argingarmaðurin - Sofus eitur hann - sjálvur argaður av einum timburmanni, ið skeitir, og Gunnar minnist frá fríkorterum í skúlanum ein grátandi smádrong, sum varð eyknevndur Skeiteygað. Timburmaðurin, sum hevur verið happaður, ger tað sama við tann dølska arbeiðsmannin, sum hann veit er veikari, og arbeiðsmaðurin roynir at lætta um sína stigmatisering við at arga tey einastu, sum eru veikari enn hann: børnini. Tað er sum ein harmonikusamanstoytur, hvør skumpar undir tann næsta, og tað verður altíð traðkað niðureftir, á tann veikara. Gunnar hevur ilt við at gera nakað, kennir seg settan fastan, men hann tekur sær um reiggj og steðgar argingini. Gunnar er tann fyrsti persónurin í teimum fimm samanbundnu søgunum sum veruliga ger nakað, og harvið verða nýggir møguleikar latnir upp. Kanska er tað ikki ein stórhending, sum er farin fram, men tá ið Gunnar á kvøldi fer til húsa, er hann í góðum hýri. Tað fyrsta lítla stigið er tikið. Søgurnar í >>Dóttur av Proteus<< eru meira intellektuellar enn føroyskar søgur flestar, tær eru tekin um, at ein broyting er ávegis í føroyskum skaldskapi. Útheimurin - og her serstakliga europeisk og amerikonsk mentan - ger vart við seg í størri mun enn annars. Søgurnar eru úrslit av djúphugsni, sameindum við málsligan meistaraskap, við einum ríkidømi av litføgrum og rámandi metaforum. Í fleiri av søgunum - men serliga í teimum báðum fyrstu - er ein kensla av at vera uttanfyri; ikki beinleiðis av at vera hatifuglur, men ikki at hoyra til sum onnur og sum tey at vera ein partur av tí dagliga samfelagsumhvørvinum. Í øðrum søgum hugsar høvuðspersónurin ov nógv og ger ov lítið. Tankarnir eins og seta fót fyri hansara ætlanum, og hann letur vera. Í seinastu søguni bragdar tó í honum, og ein neisti hómast. Alt metur um kvinnuna Í 1982 kom annað savnið hjá Hanusi Andreassen, >>Við tendraðum lyktum<<, og longu fyrsta søgan, >>Bræv til eitt blomstur<<, trívur í eitt av høvuðstemunum úr >>Dóttur av Proteus<<. Tað snýr seg um at taka við møguleikanum, tá ið tú fært hann latnan upp í hendurnar, nakað sum persónarnir í undanfarnu bókini høvdu ilt við. Her hevur høvuðspersónurin eitt øðrvísi áræði, >>Fyri eina ferð skyld stóð eg ikki fastur<<, og hann torir at taka løtuna, og verður løntur fyri tað. Gentuna, sum hann er romantiskt hugtikin av - legg merki til tittulin! - lærir hvørki hann ella lesarin at kenna í søguni, men hann er hjá henni eitt fruktabart bil, og við gentuni er vónin støðugt í honum. Søguhátturin, har frásøgumaðurin gevur seg til kennar sum tann skrivandi, >>nú meðan eg skrivi<<, heldur eisini møguleikanum opnum, at hann lutvíst skrivar til gentuna og altso er henni nær. Hinvegin kann hann eisini bara skriva til sín sjálvs. Hvussu er og ikki, so er væl meira framtak í hesum persóninum enn í teimum í undanfarna savninum. Nortið verður eisini við hetta ikki rættiliga at hoyra til, ikki at passa inn í gerandisætlanina, at hava aðrar dreymar enn fólk flest: >>Vart tú sum eg, í loyndum ein svíkjari - móti gerandisdegnum, tí tryggu krubbuni, roknistykkinum, sum altíð gekk upp? Sást tú fyri tær, ikki ta gráu grómuna, men tað stóra litspælið?<<. Hetta eru tankar, sum lesarin kennir aftur líka frá >>Helluni<< um >>Ta bláu kannuna<< og til >>Tann nýggja mannin<<. Jú, vit ferðast á kendum gøtum. >>Á leirfótum<< er kærleikssøga, har vit eru stødd eitt hugnakvøld á einum kamari á einum studentagarði í Keypmannahavn. Tá ið gestirnir eru farnir, fara Enokkur og Anna, sum bert hava kenst í fáar vikur, í song saman. Enokkur verður burtur í ørandi elskhugi, men seinni, tá ið Anna er sovnað, gerst hann í allari sínari gleði ótryggur. Hann veit, at hann skilur ikki Onnu, kvinnuna - eitt vanligt fyribrigdi í søgunum hjá Hanusi - tað er tó ikki bara tað, sum skapar ófrið í sinninum, men eisini varhugin av, at tá ið tú hevur fingið eitthvørt, so kemur eisini vandin fyri at missa tað sníkjandi. Sum so mangan eru kvinnuni tillutaði næstan yvirnatúrlig evnir í mun til mannin. Hon kann fara við honum, sum tað hóvar henni, og tann trølsligi mátturin røkkur langt. Kvinnan og kærleikin hava alt at siga, og tey standa sum ein dyggur mótsetningur til tann kalda studentagarðin og alt betongið, sum umgyrðir hann. >>Á leirfótum<< er um ástina, sum í løtum kann flyta teg upp á eitt hægri støði, men hon er eisini um, hvussu lætt tað er at spæla av við hendan viðbrekna og loftfima dýrgrip. Deyð mentan Tað livandi lívið mótvegis deyðari fornminnissavnsvitan er tema í >>Aymée<<. Eg'ið umboðar eina dynamiska lívsáskoðan, meðan harra Persson og húski eru stívnað í eini statiskari. Tey hjá Persson samla upp á vitan um gamlar mentanir og kjakast um samfelagsviðurskiftir tá á døgum, meðan samtíðin ikki hevur tann nógva áhugan, hóast harra Persson er politikari. Tann upprunaliga søtleikaborna og livandi dóttirin Aymée er stirðnað undir ávirkanini frá tí ráðaríka pápanum og tí eftirapandi familjuni, og eisini hon hevur lagt seg eftir teirra - les: hansara - áhugamálum. Hennara viðurskiftir til list og lívið sum heild eru ikki ektað og spontan; ein múrur er millum hana og umheimin. Hon ger ikki tað, hon hevur hug til ella kennir, men tað foreldrini - les: pápin - vilja hava hana til. Søgan er spotsk á nakað sama hátt sum >>Gerontiskt millumspæl<< úr >>Dóttur av Proteus<<, og er somuleiðis um fólk, sum pynta seg við deyðari mentan og ikki virða tað spírandi lívið. Heimur teirra er eins og ein sarkofagur, og tey ferðast í deyðans skugga. Eftir at hava verið saman við Aymée og familjuni hjá henni er frásøgumaðurin noyddur til bókstaviliga at tváa sær í regninum, fyri aftur at fáa samband við veruleikan og lívið. Fyri Aymée gerst einki, hon er med alla vorðin ein saltstólpi. >>Holdsins morgun<< fer fram í sama slag av bygdarumhvørvi sum >>Hellan<< og >>Undir tínum veingjabreiði<< og kann fatast sum eitt framhald av hesum báðum søgunum, hóast høvuðspersónurin nú eitur Edmund. Søgan er um synd og samvitsku, nú drongurin nærkast kynsbúningaraldri, og hann hevur ilt við at sameina ta kropsligu menningina við reinleikakrøvini hjá bygdini. Ein avgerandi munur frá teimum nevndu søgunum er, at Edmund ikki ræðist teir vaksnu, tvørturímóti >>tókti honum næstan synd í teimum<<. Hann hevur aðrar og størri trupulleikar at takast við og leggur seg á knæ í hjallinum at biðja um fyrigeving fyri tankar og gerðir, men so stingur nakað seg upp: >>Hevði hann biðið av heilum huga? Ella hevði hann bara ... spælt sjónleik?<<. Ivin stendur bert við eina lítla løtu, so >>eins og ypti hann øksl innantanna<< og fer niðan í urtagarðin. Frá at hava fjalt seg í skitnum neystum og hjøllum við roykinum av tjøru og lakaspiki at stuðla upp undir syndina, ger hann knappliga av at fara niðan í urtagarðin, har >>Alt var so staðið<<, og hann verður burtur í kryddraðum anga. Eftir at hava verið tyngdur niður av, at hansara kenslur mugu vera synd, gerst hann fríur og kann fara inn í ein blómandi heim. Edmund verður ikki koyrdur úr aldingarðinum, men fer tvørturímóti inn í hann. Stuttsøgurnar hjá Hanusi Andreassen eru mangan afturlítandi, sagt verður frá eini horvnari tíð - oftast unglingaárum - og í hesum minna tær ikki sørt um søgurnar hjá Hjalmar Söderberg, ið kallast historietter. So er eisini í >>Við Edgar Allan Poe í Sólhavn<< - >>Sum tað er merkiligt at hugsa um tey fyrstu ungdómsárini<< - har frásøgumaðurin Rikard og vinmaðurin Cecil fara á eina av teimum føroysku summarstevnunum. Søgan fer fram í tí tíðarskeiðnum, har tú ikki ert unglingi longur, men hinvegin ert tú ikki farin inn á tína lívsrás, og - sum høvundurin sigur -: >>tá er ævintýrið har<<. Rikard og Cecil eru vorðnir vinmenn, tí teir arbeiða á sama arbeiðsplássi, og báðir eru hugtiknir av Edgar Allan Poe. Tittulin sipar til, at frásøgumaðurin meinar at síggja líkleikar millum Poe og Cecil, tað er okkurt duldarfult yvir Cecili, ein óvikandi hørð lagna. Eftir at báðir hava upplivað stevnuna við brennivíni og konufólki - aftur her torir okkara maður at liggja framvið - sigur Cecil frá tí horvnu lukkuni, sigur frá eini stórtíð hjá familjuni, sum ongantíð fer at koma aftur. Hann og pápin og familjan eru dømd at fjakka heimleys á fold í tómrúminum millum listaheimin og borgaraheimin, eins og Poe var tað. Somuleiðis gerst tað undir lesnaðinum greitt, at føroyska søgan eisini skal lesast í mun til søguna >>Ligeia<< hjá amerikanska høvundanum. Poe gyklar dreymaumhvørvi og óveruligar persónar, men við veruligari ræðslu, veruligum kærleika, veruligum hatri, veruligari skuldarkenslu, veruligum óhugna. Hetta er hansara bragd. >>Við Edgar Allan Poe í Sólhavn<< avmyndar vanligt føroyskt umhvørvi við vanligum menniskjum, men fitt av lýsinum niður yvir søguna stavar frá Poe, og í sínum lag fær hetta aðrar skuggar fram enn teir vanligu. Hartil kemur, at tann tvítáttaða kenslan av angist og atdráttri, sum eyðkennir kvinnumyndirnar hjá Poe, heldur ikki er púra fremmand í søgunum hjá Hanusi Andreassen. Ein burturmist tíð Tittulin >>Á hinari breytini<< sipar til, at frásøgumaðurin, tá ið hann hugsar um eina lítla bygd, hann eitt skifti búði í, kennir seg >>á eini aðrari breyt, eini breyt gjørdari úr fortíð og skýming og hógvi, breytini hjá abbum og ommum og langabbum og langommum tínum<<. Tað ræður um at minnast, um ikki at missa sambandið við forfedrarnar og siðaarvin, sum her verður lýstur sum ein onnur gøta, enn tann tú dagliga gongur á, sum jú peikar út í framtíðina, har uppgávur liggja framman fyri stavn. Á henda hátt verður víst á, at hóast tú ikki skalt gloyma tín uppruna, so er tað vandamikið at floyma seg burtur í fortíðini, tí lívið hjá tær er nú og komandi. Best er ikki at fara longri enn at droyma um ta farnu friðsæluna, tó at tú hevur eina kenslu av at hava mist okkurt. Pinkubygdin í >>Á hinari breytini<< hevur ikki nógv í felag við bygdarlýsingina í >>Undir tínum veingjabreiði<<. Her er einki háð, eingin óreinur látur og slatur, men óspilt menniskir og náttúra. Frásøgumaðurin hevur tó bert búð í bygdini tvinnanda vaksnamannaár, er tí ikki fløktur upp í bygdina, sum var hann uppvaksin har, og kann tí líta at henni við nýggjum eygum. Í seinastu stuttsøguni >>Gull<< hómast at enda ein glotti í tilverumjørkanum. Temuni eru tey somu sum í teimum undanfarnu søgunum, men eg'ið vísir eitt øðrvísi áræði enn fyrr. Í stuttum: hann tekur sær annað skinn um bak. Eins og í >>Bræv til eitt blomstur<< er gentan í >>Gull<<, sum frásøgumaðurin tilbiður, reyðhærd og gátufør og ber bládýpið í sær, og eins og í tí fyrru søguni sigur hann við hana, hvussu vøkur hon er, og hvussu hann elskar hana. Her verður hann við sviðið soð, men kann tó gleðast um at hava hitt hana, og bara tað at hava møtt henni gyllir hansara tilveru. Tað er eisini úr >>Gull<<, at tittulin >>Við tendraðum lyktum<< stavar: >>Kvøld eru sum skip, tey kunnu sigla við sløktum ella tendraðum ljósum<<, tvs. gleðiskvøld; og seinni, eftir at gentan hevur víst hann frá sær: >>Tvey skip høvdu umskarast úti á tí myrka havi, heilsast við tendraðum ljósum og vóru so farin hvørt sína leið<<, tvs. alt er opið, einki er dult. Samanumtikið: persónarnir ganga við opnum eygum og royna ikki at dylja nakað, og harvið verða teir fríari og hava størri møguleika at fáa nakað burtur úr lívinum. Seinasti teksturin í savninum er ritroyndin >>Keisarin og eg<< um kvæðini og dansin, um hvussu høvundurin kunnaðist við tey, og hvat tey hava at týða fyri hann. Serliga persónurin Karlamagnus, haðani tittulin. Kvæðagreinin er samstundis ein frásøgn um ta vaknandi tilvitanina um, at tilveran er ikki svørt/hvít, at menniskjað er ikki bara gott ella ónt, at lívið er meira fløkt enn so. Bráðfeingis úrskurður Tær átta søgurnar í >>Við tendraðum lyktum<< eru yvirhøvur mildari enn søgurnar í >>Dóttur av Proteus<< og mangan merktar av sorgblídni, og tað svíðandi bit, sum t.d. var í >>Undir tínum veingjabreiði<<, er ikki til staðar her. Ein tráður í teimum flestu søgunum er ein ótrúlig virðing fyri kvinnuni, ein tilbiðjan, sum nærkast hálovan. Kvinnurnar eru vísar og loyndarfullar og hava eina styrki í sær, sum er eldri enn okkara tilvitan, og sum maðurin bert kann royna at gita sær til. Tað eru tær, sum gera lívið vert at liva. >>Við tendraðum lyktum<< leggur seg í slóðina eftir >>Dóttur av Proteus<<, og høvuðspersónarnir stríðast við somu trupulleikar. Hava viðhvørt størri áræði - tora at nærkast kvinnuni - men hava annars sum heild akkurát líka ilt við at fóta sær í tilveruni. Seinasta søgan ber kortini boð um, at ein slóð hómast, hon verður ikki løtt og einføld at ganga, men hon er har. Ein fyribils niðurstøða er funnin. Rósa Sivertsen og Oddur á Lakjuni edvard@sosialurin.fo Evnisvika á Venjingarskúlanum Praktikantarnir á Sosialinum hava í vikuni vitjað á Venjingarskúlanum í Havn, har næmingarnir hava havt evnisviku, har teir millum annað hava viðgjørt so ymisk ting sum gomlu Havnina, indianarar og munin millum títt og mítt Oddur á Lakjuni úr Fuglafirði og Rósa Sivertsen úr Klaksvík avmyndað saman við 7 b á Venjingarskúlanum Í síðstu viku hevði Venjingarskúlin evnisviku. 1. og 2. flokkur høvdu um ferðslu. Tey lærdu m.a. at ganga úti í ferðsluni og høvdu súkluroynd í fimleikarhølluni. Løgreglan var og vitjaði, og greiddi teimum frá, hvussu ein skal bera seg at úti í ferðsluni. Eisini høvdu tey klipt úr pappíri ein bý við bilum, bussum og fólkum. Út frá tí varð greitt frá, hvørjari síðu av vegnum ein skal ganga á, og hvussu ein skal fylgja ferðsluljósinum. 3. og 4. flokkur høvdu um list, gomlu Havnina frá 1965, ferðslu og um frítíð. Tey, sum høvdu um list, málaðu krukkur og kliptu út og málaðu myndir. Tey, sum høvdu um gomlu Havnina, vístu munin millum fyrr og nú. Tey, sum høvdu um ferðslu, gjørdu ein bý úr pappíri, har tey serliga hugsaðu um skiltini. Tey, ið høvdu um frítíð, høvdu um frítíðarmøguleikarnar hjá børnum aftaná skúlatíð. Evnið hjá 5. flokki kallaðist "Mítt og títt". Tey høvdu um herverk. Tey vóru úti í býnum og leitaðu eftir herverki. Tey vóru millum annað úti í Tinganesi og hugdu at brotnum rútum. Tey vístu fram, hvørjum mest varð stolið av, úr handlum í SMS. Eisini høvdu tey vitjan av løgregluni. Av tí at 6. flokkur skal spæla sjónleik á jólum, nýttu tey høvi til at byrja venjingina. Tey avgjørdu at spæla ein sangleik, av tí, at tað eru fleiri góðar røddir í flokkunum. Tey fingu eisini málað bakgrund til leikin. 7. og 8. flokkur høvdu um rúsdrekka, fjølmiðlar, Havnina fyrr og nú, ítrótt, dálking, útbúgvingar, heystmóta, handlar í SMS, Ólavsøkuna, viðalundina, tónleik, Tórshavn by night og ting, ið mangla í Havn. Komið var millum annað fram til, at havnarfólk halda, at fleiri ting mangla í Havn. Til dømis diskotek fyri tey, ið eru undir 18 ár, spælipláss, skoytibani, bowlinghøll, oftari Tivoli og heimahjálp til tey eldru. Øll vóru samd um at, Býráðið ger ov lítið við hetta. 9. og 10. flokkur høvdu um mentan í Havn, útlendskan mat, Føroyar og um indiánar. Tey gjørdu til dømis ymisk indiánsk amboð. Hendan evnisvikan var tann fyrsta av í minsta lagi tveimum í ár. Hon var sum heild væleydnað, og Venjingarskúlin sær fram til tað næstu. Vágatunnilin kann bera seg rakstrarliga Ólavur Waag Høgnesen og Suni á Dalbø hava gjørt frágreiðing um undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund Kjakið um undirsjóvartunnlar er rættiliga kyknað aftur. Í Klaksvík droyma tey um eina koyribreyt undir Leirvíksfirði, og í Vágunum hevur tað leingi verið tosað um fast samband um Vestmannasund. Klaksvíkingar hava havt vitjan av íslendingum, sum hava gjørt undirsjóvartunnil, og nú er frágreiðing, sum Suni á Dalbø og Ólavur Waag Høgnesen hava gjørt um Vágatunnilin, almannagjørd. Frágreiðingin er ein lýsing av fyrimunum og vansum við einum undirsjóvartunnli um Vestmannasund, um hvussu ein slíkur kann fíggjast og rekast, og hvør munurin er millum fast samband og ferjusamband. Í gjár løgdu Suni á Dalbø og Ólavur Waag Høgnesen frágreiðingina fram á einum pallborðsfundi í útvarpshøllini, og har var eisini kjak, sum vit fara at venda aftur til í næstu viku. Kann bera seg Ein av mest týðandi niðurstøðunum í frágreiðingini er, at ein undirsjóvartunnil undir Vestmannasund kann bera seg rakstrarliga. Útrokningar eru gjørdar, sum ganga uppá hvat tað kostar at reka ein undirsjóvartunnil, og tá øll hugsandi viðurskifti eru tikin við, verður mett at árligi raksturin kostar 3,4 milliónir krónur. Samstundis verður eisini mett um, hvørjar inntøkur kunnu koma frá eini gjaldsskipan, sum líknar henni, sum fólk kenna frá Strandferðsluni, tað vil siga at goldið verður fyri bilar og fólk, sum fara um sundið, og har siga útrokningarnar hjá Ólavi Waag Høgnesen og Suna á Dalbø, at inntøkurnar kunnu koma uppá 14,9 milliónir krónur. Roknað verður við rættiligum ferðslulopi (stórari øking í ferðsluni), verður undirsjóvartunnil gjørdur, tí tað vísa royndir aðrastaðni frá. Í frágreiðingini verður víst á, at í Noregi er dømi um ferðslulop uppá 86% í Ålesundstunnlunum. Munur millum metingar Landsverkfrøðingurin hevur við fyrivarni mett um, hvat tað fer at kosta at gera undirsjóvartunnil undir Vestmannasundi, og teir eru komnir fram til ein prís uppá 240 mió. kr. tá neyðugu nýggj vegastrekki eisini eru tikin við. Fyri at hava okkurt at samanbera við, vendu teir báðir, sum hava gjørt frágreiðingina, sær til norska felagið Selmer, sum hevur drúgvar royndir í undirsjóvartunnilsgerð, og sum hevur ávísan kunnleika til ætlaninar við Vágatunnlinum. Selmer-fyritøkan upplýsti, at teir kundu gera tunnilin um Vestmannasund fyri ein samlaðan kostnað uppá 120 mió. kr. Frágreiðingin ger ikki meiri burtur úr at finna út av, hví so stórur munur er millum báðar metingarnar, men staðfestir, at málið skal kannast sera gjølla, áðrenn tað kemur uppá tal at fara undir tunnilin. Kynstrið at áseta rætta gjaldið ­ Búskaparfrøðingar eru samdir um, at ein alment fíggjaður tunnil við ókeypis nýtslurætti er tað, sum samfelagsbúskaparliga loysir seg best, men í verandi búskaparstøðu er eingin hugsningur um hetta, og tá verður bummpengaskianin rokna sum næstbesta loysnin, verður staðfest í frágreiðingini. ­ Kynstrið verður tá at áseta gjald, sum ikki hevur við sær, at ov nógv lata vera við at brúka tunnilin, altso eitt gjald, sum fær raksturin at bera seg og minkar sum minst um samfelagsliga nyttuvirði, siga Ólavur Waag Høgnesen og Suni á Dalbø í frágreiðingini. Tannlækni - roynd í alternativum viðgerðum Í døgunum 19. til 24. nov. 1997 vitjar í Føroyum danski tannlæknin Birgit Willemoes Jørgensen úr Vejle. Meðan hon er í Føroyum fer hon at tala á almennum møtum og í Aglow, ið hevur bjóðað henni hendan vegin. Birgit var í mong ár í nevndini fyri >>Dansk selskab for alternativ odontologi<< - (stutt sagt er odontologi = vísind um tenn). Har var hon m.a. tíðindablaðstjóri, og í mong ár luttók hon í ymsum skeiðum fyri at læra seg ella gera seg kunnuga við eini ávísari metodu, sum hon so undirvísti í. Hennara leitan í tí alternativa byrjaði í 1974; men í 1977 kom hon til trúgv á Harran Jesus og bleiv frelst, og slapp burtur úr tí alternativa/okkulta, sum hon hevði verið fjøtrað av. - Síðan tá hevur hon mangan luttikið á møtum, har hon út frá kristnum sjónarmiði - kanska serliga - hevur vent sær til menniskju í tí alternativa/okkulta umhvørvinum. Sum t.d. >>Í Meistarans ljós-gudstænastu<< í fólkakirkjuni saman við Ole Skærbæk Madsen, presti, í Bethlehemskirkjuni í Keypmannahavn. - Á møtunum verður høvi til at seta Birgit spurningar. Birgit er gift við Torben Willemoes-Jørgensen. Tey eiga 5 børn og eitt ommu/abbabarn; og tey seinastu 4 árini hevur hon verið forkvinna í Aglow, Vejle. Umframt á Aglow-møtum fer hon at tala á almennum møtum í Kelduni á Skálabotni 20. november kl. 20, og í Missiónshúsinum í Sørvági 23. november kl. 18, har øll eru vælkomin. Havnar Hornorkestur konsert Sunnudagin 16. november kl. 16 fer Havnar Hornorkestur at hava konsert í Útvarpshøllini. Hetta er vanliga heystkonsertin hjá orkestrinum, og hesaferð verður mest undirhaldstónleikur á skránni - onkur kendur marsjur, popp-løg, sálmar og annað. Havnar Hornorkestur hevur í heyst havt nýggjan dirigent. Ken Jones úr Wales, og hesa tíðina hevur orkestrið havt stuttar konsertir í Kirkjubø og í Gøtu kirkju saman við Felagskórinum Gøta-Lorvík. Konsertin sunnudagin verður í Útvarpshøllin kl. Bókadagur í Føroyahúsinum Árligi bókadagurin, sum lýstur varð at verða sunnudagin 23. nov. frá kl. 14 til 19, er útsettur til sunnudagin 30. nov. frá kl. 14 til 19. Tað er Føroyingafelagið í Keypmannahavn, sum saman við bókavørðinum í Føroyahúsinum skipa fyri, og á skránni er m.a.! Framsýning av bókum, sum eru útkomnar í ár. Upplestur Tóroddur Poulsen lesur upp úr nýggju skaldsøgu síni, >>Sót og søgn<<, Marianna Debes Dahl lesur upp úr nýggju endurminningum sínum, >>Úti á leysum oyggjum<<, og Heðin M. Klein, rithøvundur og lærari, fer at siga eitt sindur um Steinbjørn B. Jacobsen, sum fylti 60 ár í heyst, og fer eisini at lesa upp yrkingar hjá honum. Harumframt fer Árni Dahl frá forlagnum Fannir, at siga frá um forlagsarbeiði í Føroyum í dag. Sangur og tónleikur Ernst Sondum Dalsgarð syngur og Ólavur Jacobsen spælir guitar. Eisini verður felagssangur. Bókasavnið tekur nýggja leitiskipan í nýtslu, og í tí sambandi fer bókavørðurin í Føroyahúsinum at siga nøkur orð um bókasavnið. Eisini verður okkurt fyri børnini. Drekkamunnur, smurt breyð og køka fæst til keyps. Kappingin gjørdist ov hørð Tað varð sum hjá Erik Oluf Andersen, sum John Mogensen sang um í síni tíð. Distancen blev for hård og konkurrencen var for strid, so føroyska ferðaskrivstovan í Vester Farimagsgade 4 -6 í Keypmannahavn letur nú aftur Sigurð Bech Blue Atlantic - Føroyaferðir, sum hevur hildið til mitt í Keypmannahavn og selt ferðaseðlar til Føroya, letur nú aftur. Sigurð Bech, stjóri, sigur við Sosialin, at grundin er tann einfalda, at kappingin er vorðin ov hørð til, at ein so lítil ferðaskrivstova kann klára seg. Fyritreytirnar eru nógv broyttar, síðan latið varð upp fyri hálvum øðrum ári síðan, sigur Sigurð Bech. Tað gingu bara einir fýra - fimm mánaðir, frá tí, Blue Atlantic lat upp, til Smyril Line lat upp eina aðra ferðaskrivstovu. Talan var annars í byrjanini um eina marknaðarskrivstovu heldur enn ferðaskrivstovu, sigur Sigurð Bech. Og Nú hevur Atlantsflog latið sína egnu skrivstovu upp í hølunum hjá Føroysku viðskiftastovuni í Hovedvagtsgade. So har gjørdist ikki annað, sigur Sigurð Bech, enn at lata aftur, meðan væl er. Tað er ikki soleiðis, sigur Sigurð Bech, at afturlatingin ger, at nakar missir nakað. Allir ferðaseðlar, sum seldir eru, eru avgreiddir endaliga, og allir kundarnir hjá Blue Atlantic eru yvirførdir til Atlantsflog. Sostatt stendur eingin við eini bílegging, sum fer fyri einki, sigur Sigurð Bech. Hann sigur, at Atlantsflog hevur fólk í Keypmannahavn, sum í løtuni arbeiðir við at skráseta allar kundarnar hjá Blue Atlantic. So tey, sum hava bílagt ferðaseðil heim til jólar, til dømis, men ikki goldið og avheinta hann, hava ikki fyri neyðini at óttast, at tey ikki sleppa heim. Her er einki drama, sigur Sigurð Bech. Øll hava fingið sítt. Annars sigur Sigurð Bech, at eitt dansk ferðamannafelag, Festival Tours, fór á húsagang í vikuni. Og har er ørðvísi vorðið við kundunum, sum sita fastir uttanlands og ikki sleppa heimaftur. Sjálvur sigur Sigurð Bech, at hann hevur fingið boðið annað starv í ferðavinnuni, har hann helst fer at selja ferðaseðlar til Føroyar. Hann leggur ikki í at upplýsa, hvar hann fer at arbeiða. Men sum skilst er tað hvørki hjá Atlantsflog ella Smyril Line. Undirsjóvartunnil skapar fleiri frítíðarmøguleikar Ítróttur: Tað hevði komið væl við hjá ítróttar- og frítíðarlívinum í Vágum, um fast samband kom undir Vestmannasund Í vikuni var ein lýsing av undirsjóvartunnli um Vestmannasund, sum Suni á Dalbø og Ólavur Waag Høgnesen hava gjørt, almannagjørd. Og millum tey mongu evnini, sum verða tikin upp í frágreiðingini, snýr ein partur seg eisini um frítíðarvirksemi, her undir ítróttur og annað. Teir báðir halda, at ein undirsjóvartunnil undir Vestmannasund hevði ført við sær fleiri møguleikar fyri frítíðarvirksemi. ­ Norsku kanningarnar vísa, at fólk gerast virknari í frítíðini, eftirsum betraða sambandið økir um útboðið av atkomiligum frítíðarmøguleikum, verður sagt í frágreiðingini. ­ Í føroyskum høpi umfatar hetta eisini betri atgongd til tey tilboð, ið einans eru í høvuðsstaðnum. Norsku royndirnar vísa økt virksemi bæði lokalt og sum heild. Í hesum liggur ein heilt greið avbjóðing til tey, ið varða av frítíðarvirksemi í Vágunum. ­ Tess fleiri, sum velja at búgva í Vágunum, hóast tey ganga í skúla ella arbeiða aðrastaðni, tess betri eru ítróttar- og áhugafeløgini í Vágunum fyri, siga Suni á Dalbø og Ólavur Waag Høgnesen í frágreiðingini. Men teir vísa eisini á vansar og avbjóðingar, um undirsjóvarsambandið skuldi gjørst veruleiki. ­ Bøtta sambandið hevur við sær, at lokala tilknýtið ikki er nóg mikið. Lokalu tilboðini mugu vera før fyri at viga upp ímóti tí, ið stendur ungdómi og øðrum í boði aðrastaðni, halda teir. Tveir av fótbóltsspælarunum úr Vágum sum búgva í Havn hava sagt sína hugsan um undirsjóvartunnilin. Jens Erik Rasmussen sigur, at hann hevði ikki flutt vestur, kom fast sambandi um Vestmannasund, tí ítróttarliga avbjóðing er størri í høvuðsstaðnum í løtuni. Valbjørn Ole-Jacobsen hevði flutt vestur og so ferðast til arbeiðis, hevði undirsjóvartunnil komin, eisini um tað kostaði tað sama, sum tað ger í dag. Nú skalt H71 royna at koppa VÍF Hondbóltur: Í morgin verður toppdystur í hondbóltskappingini hjá monnum VÍF liggur í løtuni einsamalt á odda í bestu mansdeildini, og hóast liðið hevur spælt ímóti bæði Kyndil og StÍF, sum vanliga teljast millum bestu liðini í deildini, hava teir fult stigatal eftir fyrstu fýra dystirnar. Og í morgin sleppa vestmenningar at royna seg ímóti liðnum, sum er beint í hølunum á teimum, og sum tykist verða einasta liðið, sum kann kappast við teir. H71 var við í oddinum í fjør, men teir kláraðu ikki at fylgja við VÍF, og skulu hoyvíkingar gera sær vónir um at náa enn longri enn seinasta ár, er tað av alstórum týdningi, at teir longu nú vísa vestmenningum, at teir kunnu spæla við. VÍF hevur seinastu tveir dystirnar havt trupulleikar í fyrra partinum av dystinum, men fram móti leikloki hava teir hvørjaferð togað seg frá mótstøðuliðnum, og tað fer at krevja ein innsats yvir tað vanliga, skal H71 gera nakað við VÍF. Í dystinum móti StÍF fyri tveimum vikum síðani riggaði einki hjá H71, og hendur nakað líknandi aftur í morgin, tapa teir stórt. Dysturin ímillum tey bæði oddaliðini verður í høllini í Vestmanna sunnudagin klokkan 16.00. Mikukvøldið vann StÍF tryggan sigur á KÍF, og komandi mikukvøld spæla Neistin og Kyndil grannadyst í Havn. TÍ verður bert ein dystur í bestu mansdeildini hetta vikuskiftið. GÍ má vinna Hjá kvinnum verða tveir dystir í vikuskiftinum, meðan stóri dysturin í hesum umfarinum ikki verður fyrr enn mikukvøldið, tá Kyndil og Neistin fara at dystast fyri fyrstu ferð í ár. Í Klaksvík fara Stjørnan og StÍF at spæla í dag. StÍF er við í oddinum, meðan Stjørnan fekk síni fyrstu stig til høldar seinasta vikuskiftið, tá tær vunnu á GÍ. Stjørnan togaði seg við sigrinum av aftasta plássi, fram um GÍ og upp á síðuna av VB. GÍ skal aftur hetta vikuskiftið spæla botndyst, og nú hava gøtukvinnur ikki longur ráð at tapa. GÍ hevur einki stig fingið higartil, og tær eru einsamallar á aftasta plássi. Eftir tapið móti Stjørnuni seinasta vikuskiftið, hevur tað týdning hjá GÍ at venda skeivu gongdini, áðrenn tað líður ov langt út á kappingina, og munurin upp til hini liðini økist. GÍ og VB spæla í dag. Visti av ongum - Tað kom óvart á meg, at Nyrup Rasmussen bjóðaði føroysku umboðunum á samkomu í Helsinki, sigur Marita Petersen, sum aftaná annan fund, eitt sindur seinkað, fór á fundin við forsætisráðharranum Dagny Joensen Á fundinum helt Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri eina røðu fyri føroyingunum, har hann kom inn á viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. - Eitt nú nevndi hann samráðingarnar um avtaluna, sum skulu verða í heyst og skuldarpolitikkin, men hetta var ein óformallur fundur sigur Marita Petersen. Av tí at hon var stødd á øðrum fundi, tá forsætisráðharrin byrjaði røðuna, ber illa til at endurtaka innihaldið í røðuni. - Tað, at Nyrup Rasmussen bjóðaði føroyingum á hesa samkomu, kom heilt óvart á meg. Eg hevði onga innbjóðing fingið, men fekk at vita frá embætisfólkunum, at vit skuldu hittast. - Av tí at hetta var ein slíkur óformellur fundur, var hetta týðuliga ein roynd hjá Nyrup Rasmussen at rætta okkum eina hond, sum eg eisini haldi, at vit skulu taka ímóti. -Tónarnir vóru avgjørt positivir. Tí haldi eg, at Poul Nyrup Rasmussen átti at komið til Føroya at vitja, ongantíð ov skjótt, sigur Marita Petersen. Føroyar eru nú meira sjónligar - Tað er umráðandi, at vit eru við á Norðurlandaráðsfundum, taka orðið og gera vart við okkum, so hini londini vita, at vit eru til, sigur Marita Petersen, sum júst er afturkomin av fundinum Helsinki -Høvuðsevnið á Norðurlandaráðsfundunum hesaferð var um at útvega fólki arbeiði. Ein frágreiðing er júst gjørd um evnið, og hon var upplegg til áhugavert orðaskifti, sigur Marita Petersen, tingkvinna og limur í Norðurlandaráðnum. Annað fundarevnið var um norðurlendsku vælferðarskipanina, sum eisini ein kanning er gjørd um. - Allir politisku flokkarnir tóku undir við at vit skulu tryggja vælferðarsamfelagið, og at tað pliktar londini at sýna solidaritet mótvegis teimum í limalondunum, sum ikki hava eins góðar umstøður. Serliga áhugavert, men eisini ræðandi var at hoyra um støðuna í Baltisku londunum. Ein nevnd í Norðurlandaráðnum hevur arbeitt við støðuni hjá ungdómi og børnum í hesum londum. -Hetta eru samfeløg, sum eru um at detta sundur, og tað rakar serliga einsamallar mammur og børn meint, páparnir eru rímdir, og fíggjarliga støðan er ógvuliga vánalig. - Tað hevur við sær, ar børnini bidda í gøtunum, ella liva av at stjala. Skøkjulevnaður og misbrúk av ymsum slag merkir samfeløgini. - Breið semja var um, at vit frá Norðurlanda síðu eiga at gera okkurt munagott fyri at hjálpa teimum í Baltisku londunum. Eitt nú við at vísa teimum, hvussu tey kunnu byggja samfelagið uppaftur, sigur Marita Petersen. Annars varð ein samtykt um Nordplus, sum loyvir ungdómi undir útbúgving at flyta millum londini í útbúgvingartíðini. Nú er eisini onnur skipan, sum kallast Nordplus-junior, gjørd. Hon loyvir miðnámsnæmingum at skifta um lærustøð. Umframt tað er Nordplus-mini skipan samtykt. Hetta er fimm ára projekt, sum verður sett í verk í 1999, og skal galda fyri skúlanæmingar í 7. - 10. flokki. Skúlanæmingarnir skulu skiftast um at vitja hjá hvørjum øðrum, og til hetta endamál verður peningur avsettur til at gjalda ferðingina millum londini. Hesar skipaninar fyri børn og ungfólk í Norðurlondum eru gjørdar við tí sjónarmiði fyri eygað, at tað ræður um at gera vart við norðurlendska samstarvið, og soleiðis, at ung og børn í Norðurlondumfáa vitan um hetta. Næsta ár verða fundirnir í Svøríki, og Gøran Persson, forsætismálaráðharri í Svøríki, skal leiða fundirnar. Hann helt røðu á fundinum. -Í hansara hugaheimi tóktist tað sum vóru Norðurlondini bert tey í Eystarasalti. -Tað gjørdi eg vart við. Sjálvandi er tað rætt, at vit hava áhuga fyri londunum í Eystrasalti og viðurskiftunum har, men um tað verður tynt út í Norðuri, so er tað ein spurningur, hvat vit skulu har, sigur Marita Petersen. Hon heldur kortini, at Føroyar eru vorðnar meira sjónligar í norðurlanda samanhangi. Tað merkist einamest av, at fleiri nevndir í Norðurlandaráðnum hava hildið fundir sínar í Føroyum í 1997. - Úrslitið av at nevndirnar hava ferðast her, er m.a. at Norðurlandaráðsfundirnir verða í Føroyum í juni mánað í ár. Tað er fyrstu ferð, at hetta hendir. Løgmaður sigur ósatt - Vit duga at síggja tað neyðuga í at gera broytingar í heimastýrislógini, men tað er ikki tað sama sum at vilja úr ríkisfelagsskapinum. Tað er tí sera harmuligt, at landsins hægsti politikari ikki dugir at lesa ein púra vanligan avístekst og skilja, hvat stendur í honum, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerking til Edmund Joensen - Løgmaður dugir ikki at lesa ein vanligan avístekst, sigur Jóannes Eidesgaard - Tað er heilt einastandandi, at vit skulu hava ein løgmann, sum dugir so illa at skilja ein vanligan blaðtekst. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, eftir at hava lisið tað, sum Edmund Joensen sigur við Dimmalætting um uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at broyta heimastýrislógina. - Viðmerkingin hjá Edmund Joensen er full av lygnum, pástandum og reingingum. Løgmaður sigur í viðtalinum við Dimmalætting, at Sambandsflokkurin nú er einsamallur um at verja ríkisfelagsskapin. - Tað, sum vit ítøkjuliga hava sagt er, at so leingi annað ikki er fyriskipað í hesi lógini, so eru vit í ríkisfelagsskapi við Danmark, og tað merkir, at Javnaðarflokkurin heldur fast við ríkisfelagsskapin - og tí kann Sambandsflokkurin ikki verða einsamallur um at verja ríkisfelagsskapin, sigur Jóannes Eidesgaard. Kennir ikki mun á - Men tað harmuliga er, at tað tykist, sum um løgmaður blandar saman ríkisfelagsskapin og heimastýrislógina, men tað er nú ikki eitt og tað sama. At gera broytingar í heimastýrislógini, tað er ikki tað sama sum at vilja úr ríkisfelagsskapinum - vit duga at síggja, at tað er neyðugt at gera broytingar, sigur Jóannes Eidesgaard, sum heldur, at løgmaður tilvitað blandar tingini saman. Løgmaður sigur, at >>við uppskoti sínum um ata loysa Føroyar frá Danmark í sambandi við eina sjálvstýrislóg í staðin fyri galdandi heimastýislóg, ger Javnaðarflokkurin seg óneyðugan í føroyskum politikki.<< Løgmaður er ikki rætti dómarin - Javnaðarflokkurin hevur ongantíð tosað um at loysa Føroyar frá Danmark. Javnaðarflokkurin hevur tosað um at endurskoða og at endurnýggja heimastýrislógina við eini lóg, sum rúmar øðrum tingum, enn heimastýrislógin ger. Tað passar ikki, tí Javnaðarflokkurin er ikki fyri loysing, sigur Jóannes Eidesgaard. - Løgmaður skal nú heldur ikki døma um, hvørt Javnaðarflokkurin er óneyðugur í føroyskum politikki - tað skal fólkið sleppa at døma um, sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini vísir á, at Føroya fólk veit, at Javnaðarflokkurin umboðar so nógv annað, enn hetta, sum nú er uppi í tíðini. Løgmaður sigur eisini, at Javnaðarflokkurin er óálítandi. Hetta heldur Jóannes Eidesgaard verða ógvuliga ósømiliga sagt. Hóskar ikki einum politiskum leiðara - Hatta kann hann sjálvandi halda, men hatta er ikki eitt úttalilsi sum hóskar einum politikara, sum er formaður fyri ein annan flokk, og sum í løtuni er løgmaður og sum møguliga skal út í samgongusamráðingar aftan á eitt val - at siga, at ein flokkur er óálítandi... - Eitt er, at tú ikki ert samdur við ein annan flokk, men tað er ikki tað sama, sum at vera óálítandi. Hetta er ein háðan av Javnaðarflokkinum sum hevur myndað føroyskan politikk í 70 ár - hatta er ein ótrúligur dómur, sum løgmaður fellir. - Tað hevði verið langt frá mær at sagt, at Sambandsflokkurin er óálítandi - eg kundi funnið upp á at sagt, at hann er initiativleysur, men tað er ikki tað sama, heldur Jóannes Eidesgaard. Eigur heldur at kyrra í egnum flokki Jóannes Eidesgaard heldur, at samrøðan við løgmann ber týðuligt boð um, at løgmaður er so lukkuliga óvitandi um tað, sum hevur fyrifarist í føroyskum politikki hesi seinastu 20 árini, tí hann fær tað at ljóða sum um, at Javnaðarflokkurin nú, síðan Jóannes Eidesgaard er vorðin formaður - skal leggja á annan bógv og vil tekkjast veljarum, sum vilja gera upp vit danir. - Javnaðarflokkurin hevur havt hetta málið uppi síðani 1981, og um løgmaður fylgdi eitt sindur meira við, so sá hann, at samgongan frá 1991 hevði hetta við í samgonguskjalinum. Jóannes Eidesgaard heldur eisini lítið um, at løgmaður bjóðar seg fram sum tann, ið vil frelsa tann partin av Javnaðarflokkinum, sum vil verja ríkisfelagsskapin. - Eg haldi, at løgmaður átti at havt nóg mikið at gjørt við at fingið frið og ró í egnum flokki, enn at fara at kyrra í øðrum flokkum. Prógv um brek í heimastýrislógini Edmund Joensen hevur alla tíðini síðan hann bleiv løgmaður ført fram, at bankamálið er felagsmál, og at danir tískil eiga alla bankaskuldina. - Tí átti hann at verið konsekventur og fingið sínar egnu at akvøtt í móti avtaluni frá 6. oktober 1992 - men Sambandsflokkurin atkvøddi fyri, og harvið átók hann sær eisini, at føroyingar átóku sær bankaskuldina. Men hann er kanska vorðin klókari síðani, heldur Jóannes Eidesgaard. - Men løgmaður stendur fast við, at bankamál eru felagsmál, hóast eingin hevur tikið hann fyri fult - hvørki í Føroyum ella í Danmark. - Var heimastýrislógin nú so væl klárt definerað, so skuldi tað ikki verið nakar trupulleiki at staðfest, at danir áttu hesa skuldina, men so er ikki - og tað er helst besta prógvið um, at nógv viðurskifti eru við hesi heimastýrislógini, sum eiga at verða tikin upp, sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini slær fast, at Javnaðarflokkurin ikki er fyri loysing, og at Javnaðarflokkurin stendur fast við støðuna um, at Føroya skulu vera uttan fyri ES. -Tað harmuligasta er tó, at landsins hægsti politikari ikki dugir at lesa ein púra vanligan avístekst og skilja hvat stendur í honum, sigur formaður Javnaðarfloksins... Her ein eingin planlegging - Vit taka fult undir við øllum tí, sum Sølvi Winther Olsen sigur. Okkum vantar langtíðarætlanina, sum vit hava eftirlýst í fleiri ár, og Landssjúkrahúsið fer við hetta lag ikki at kunna brúkast sum útbúgvingarstað, sigur Ingun Gaardbo, álitisumboð á Landssjúkrahúsinum Á Landssjúkrahúsinum eru starvsfólkini ørkymlað, nú sjúkrahúsið skal lata aftur fleiri deildir enn vant um jólini, og longur eisini enn vanligt. Men tað fløvaði sjúkrasystrarnar í hvussu er, tá tær í gjár í Sosialinum lósu, at Sølvi Winther Olsen, kommunulækni og formaður í Læknafelag Føroya, ávaraði ímóti hesum tiltøkum. - Vit taka fult undir við øllum tí, sum hann sigur, sigur Ingun Gaardbo, álitisumboð hjá sjúkrasystrunum á Landssjúkrahúsinum. Bíða og bíða - Vit vita als ikki, hvar vit flóta, tí vit bíða framvegis eftir bygnaðarbroytingunum. Vit vita ikki, um vit fáa skipanina við deplum og øllum tí, og vit hava heldur onga veruliga leiðslu, við tað at bæði sjúkrahússtjórin er fyribilssettur og fyristøðukvinnan er fyribils sett, og hvørki yvirsjúkrasystirin ella sjúkrasystrastjórin eru sett enn. Leiðslan má setast fyrst fyri at kunna taka støðu til, hvussu skal verða við restini, sigur Ingun. - Her er eingin planlegging. Hon heldur tað vera fullkomiliga ógjørligt at gera nakar spariætlaninir, tá alt er so ógreitt. Eitt mál má vera - Heilsuverkið má hava eitt mál, og vit hava fleiri eftirlýst eina langtíðarætlan, og tað hava starvsfólkini á Ladssjúkrahúsinum sagt ferð eftir ferð. Ingun heldur sum Sølvi, at Landssjúkrahúsið neyvan fer at kunna brúkast sum útbúgvingarstað, tá virksemið verður so skert, tí hvørki ein ella annar kann læra nakað á einum slíkum sjúkrahúsi. Ingun gremur seg um, at allur hesin ófriðurin og óvissan um Landssjúkrahúsinum hava við sær, at tey heldur ikki hava abeiðsnáðir. Samleikans tímar Krosskast visti at siga frá føroyingi, ið valdi at bíða í tímar á Heathrow flogvøllinum, fyri at sleppa ígjøgnum við føroyskum passi, ístaðin fyri sum hini í ferðalagnum at látast ES-borgari Meiri sjálvstýri - ikki loysing JAVNAÐARFLOKKURIN hevur samtykt at virka fyri eini nýggjari lóg um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Higartil hevur henda ætlanin fingið heitið >>sjálvstýrislóg<<. FJØLMIÐLAR hava sakliga sagt frá ætlan Javnaðarfloksins, men viðmerkingin hjá Edmundi Joensen, løgmanni, í Dimmalætting var ikki øðrvísi enn væntað tá hann sigur, at nú hevur Javnaðarflokkurin endiliga víst seg sum ein rættan sjálvstýrisflokk, sum vil loysa frá Danmark. Flokkurin verður skuldsettur fyri at hava víst veikleika, tí hann dyrgir eftir nøkrum sjálvstýrisatkvøðum. HIGARTIL hevur flokkurin, sambært løgmanni, riði á tveimum hestum, men nú hevur hann saðlað tann eina. Somuleiðis verður ruddiligari í føroyskum politikki, tí nú er bara Sambandsflokkurin at verja ríkisfelagsskapin. AT Javnaðarflokkurin er sinnaður at viðgera ríkisrættarligu støðu okkara er ikki ein veikleiki,men ein styrki. Henda avgerð vísir, at flokkurin vil taka upp hetta evnið, sum annars er viðbrekið, tí í flokkinum eru bæði sambands- og sjálvstýrissinnað. FLOKKURIN viðgjørdi ríkisrættarliga spurningin á landsfundi í 1971 og samtykti tá at seta eina nevnd at endurskoða heimastýrislógina, tí fleiri viðurskifti vístu, at hon var tømd og at fleiri ógreiðir spurningar vóru. NEVNDIN kom ikki við nøkrum tilmæli tá, men á landsfundi í 1990 varð málið aftur viðgjørt og tá varð samtykt at virka fyri nýggjari lóg millum ríkispartarnar. Mælt varð til, at sambært hesi lóg skuldu øll mál kunna yvirtakast. Uppskotið um eina sjálvstýrislóg var eisini í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin frá januar 1991. MEN kreppan og nýggj samgonga gjørdi helst, at meiri hendi ikki, men nú hevur so Javnaðarflokkurin tikið málið uppaftur. Ikki tí at Tjóðveldisflokkurin liggur væl fyri í meiningarkanningum, men tí at Javnaðarflokkurin heldur, at tíðin er komin til at fáa nýggjan sáttmála millum Danmark og Føroyar. Javnaðarflokkurin fer ikki at reka politikk eftir, hvussu rákið er í eini meiningarkanning. MEN samtyktin merkir ikki, sum Dimma og løgmaður vilja vera við, at Javnaðarflokkurin hevur slept ríkisfelagskapinum. Flokkurin er framvegis ein samríkisflokkur. FLOKKURIN vil hava eina meiri víðgongda lóg, eins og eini 45-50 prosent av føroysku veljarunum vilja hava. Sambært seinastu kanningunum vilja bara eini 15 prosent varðveita heimastýrislógina í verandi líki. Sjálvt sambandsfólk halda, at henni treingir ábøtur, men sum í so nógvum ørðum førum gongur løgmaður við bindi fyri eyguni. KOMIN er tíðin at vísa størri ábyrgd, at taka við størri avbjóðingum og vísa, at vit kunnu stýra í egnum landi. Nú stendur upp til allar miðflokkarnar í tjóðskaparspurninginum at vísa, at teir meina nakað við orðini um størri sjálvstýri. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og suðri, í kvøld veksur hann vindin upp í hvassan vind. Sum frálíður nakað av regni og hitin kemur upp í 6 til 10 stig. Veðrið sunnudagin: Hvassur vindur upp í skrið av suðri og landsynningi og regn meginpartin av degnum. Um kvøldið upp í hvassan vind av útsynningi og tað klárar møguliga í, tó ælingur. Hitin millum 6 og 10 stig. Veðrið mánadagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, seinni snarar hann í landsynning og veksur vindin upp í skrið. Yvirhøvur turt og hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið týsdagin og mikudagin: Upp í hvassan vind av suðri, men av og á eitt sindur minni vindur. Stundum regn og framvegis rættuliga lýtt - millum 6 og 9 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst vestanfyri Skotland fer í landnyrðing og grynnist. Í dag: Eitt víðfevnandi lágtrýst sunnanfyri Grønland fer í eystan og landnyrðing og sendur brúgvaløg við nógvum vindi og regni inn yvir Føroyar sunnaneftir komandi dagarnar. Týsdagur 18. november 1997 Avgerðin liggur nú í hondunum á bretsku stjórnini -Hetta er fyrstu ferð tíð er sett á málið. Vit eru samdir um, at semja skal finnast. Hinvegin hava vit stórar vónir til eina nýggja bretska stjórn, sum hevur sagt, at hon vil hava, at nakað skal henda sigur Edmund Joensen, løgmaður, sum heldur, at tað eru bretar, sum mugu koma við ítøkiligum útspæli í marknatrætuni, skal nøkur samráðingarloysn finnast. -Vit eru noyddir til at taka hædd fyri føroyskum áhugamálum, og tí hava vit tikið fyrivarni í hesum málinum. Tað halda vit okkum hava fullan rætt til. Tað er gjørt við góðum grundgevingum í samráðingarúrslitinum og teimum útrokningum, sum bretar sjálvir hava gjørt. Vit brúka tí ikki øðrvísi grundgeving enn at taka støði í teirra egna argumentatión sigur Edmund Joensen, løgmaður í eini viðmerking til málið. Stórar vónir til nýggju stjórnina í Bretlandi Løgmaður vónar annars, at tað fer at spyrjast onkur loysn burtur úr samráðingunum. Hann vísir á, at bretar hava signalerað, at teir vilja geva samráðingunum eitt hálvt ár fyri at vita, um ein loysn kann finnast. -Hetta er fyrstu ferð, at tíð er sett á. Vit eru samdir í tí, at ein semja skal finnast. Hinvegin hava vit stórar vónir til eina nýggja stjórn í Bretlandi, sum hevur sagt, at hon vil hava, at nakað skal henda. Nú bíða vit spentir eftir at síggja , hvat bretar meina við og nær teir koma við nøkrum, sum líkist einum samráðingaruppleggi millum tvey lond, sum eru grannalond og sum skulu liva í sátt og semju og góðum grannalag og vónandi í samstarvi í framtíðini. -Nú hevur ein skilt, at bretar eru rættiliga vónsviknir av, at føroyingar ikki komu við nøkrum nýggjum uppfylgjandi útspæli á fundinum í september til tað útspæl teir komu við í juli! -Vit síggja soleiðis uppá hetta, at bretar hava signalerað, at partarnir skulu taka stór stig, sum eru neyðug fyri at koma til eina semju. Tey stigini sakna vit frá bretskari síðu. Vit hava ikki sæð tann neyðuga viljan at ganga okkum á møti til at nærkast eini miðlinju. -Tvs. at tað teir hava spælt út við í summar er ikki nóg mikið til, at vit síggja eina loysn fyri stavn? -Tað er øllum kent, at teir byrjaðu sítt krav stutt sunnan fyri Suðuroynn,a og teir hava gott nokk flutt seg eitt sindur á føroyska landgrunninum, men tað, sum vit alla tíðina hava havt sum útgangsstøði, er, at vit hava eitt petti, sum er millum bretsku versiónina av fiskarílinju og tí føroysku. Tað er hetta vit eru ósamdir um. So leingi ein ikki góðtekur, at tað er hetta vit skulu semjast um, so kann ein ikki siga, at tað er nakar vilji frá bretskari síðu at fáa eina veruliga loysn, sum sømir seg. -Kann ein ikki út frá hesum siga, at tað eru lítlar vónir til at finna eina samráðingarloysn innan hálvan januar! -Tað er ringt at siga. Tað er hetta vit bíða eftir. Vit vita, at Bretland hevur eina sterka og handlikraftiga stjórn, sum hevur sagt frá, at hon ætlar, at tað skal henda nakað innan eitt hálvt ár, so vit bíða í størsta spenningi. -Men hvat nú um bretar sita og bíða eftir okkum! -Vit frá føroyskari síðu hava lagt prógv fyri, at vit meina tað í álvara. Vit hava slakað, har tað sømir seg, men tað er eingin ivi um, hvar viljin skortar. Báðir partar mugu vísa vilja til at slaka men tann stóra av-gerðin í hesum máli liggur í Bretlandi. Vit og danir -Verður einki úrslit fyri hálvan januar og málið verður tikið upp politiskt, verða tað so ikki Nyrup og uttanríkisráðharrin, sum koma at taka sær av málinum og ikki vit føroyingar! -Í prinsippinum er tað eitt uttanríkismál, men tann føroyski leiðarin vil altíð vera við. Slík samráðing verður við øllum góðum kreftum frá føroyskari síðu og frá ríkinum sum heild. Tað finst annars ein standardavtala um, at danska stjórnin fult og heilt stuðlar føroyingum í hesum málinum. Vit spurdu løgmann, um henda naggatódnin í samráðingum kann hava avleiðing fyri fyrsta útbjóðingarumfarið á føroyskum øki! -Tað hevði verið lættari, um ein loysn varð funnin. Men hvat vit kunnu bjóða út er ein spurningur fyri seg. Sosialurin hevur spurt leiðaran í føroysku samráðingarnevndini, Árna Olafsson, nær nýggjur fundur verður millum partarnar! -Tað er eingin nýggjur samráðingarfundur avtalaður, og eg veit ikki um nakar slíkur verður í næstum. Seinasti fundurin var 25. september. Oljukríggj" millum Føroyar og Bretland Avgerðin hjá bretum at kanna sær tveir teigar í tí Hvíta økinum og luta hesar út til oljuleiting hevur fingið Danmark vegna Føroyar vegna Føroyar at skila sær rætt til í møguligum framtíðar sakarmáli at gera krav uppá part av umrøddu teigum. Danska stjórnin hevur vegna Føroyar sent "mótmæli" til bretsku stjórnina í sambandi við, at bretar herfyri einvíst kannaðu (designeraðu) sær rættin til tveir teigar í tí "Hvíta økinum", ið liggur sum eitt ongamannaland millum bretskt og føroyskt øki. Tað danir hava gjørt er ein sokallað "reservatión", tvs. at vit gera vart við, at vit kunnu gera eitt krav galdandi uppá økið talan er um, tá málið seinni kanska verður sent til Haagdómstólin. Tá Sosialurin frætti um hetta málið miðskeiðis í farnu viku komu tíðindini samtíðis í tveimum bretskum bløðum. Altjóða oljublaðið "Uppstream" hevði stóra grein um málið og síðani eisini skotska dagblaðið Press & Journal. Sambart Press & Journal so hevur Bretland gálvað eftir Danmark og Føroyum í hesum málinum, ið snýr seg um rættin til ein stóran bita av undirgrundini nærhendis oljukelduni Suilven, sum BP fann fyri einum ári síðani. Í summar kunngjørdi bretska stjórnin, at hon hevði designera tvs. kannað sær tveir teigar í tí Hvíta økinum tætt uppat Suilven-fundinum, ið liggur á sjálvum markinum millum bretskt øki og Hvíta økið. Tá úttalaði leiðarin í føroysku samráðingarnevndini Árni Olafson seg til Sosialin og segði, at bretska stigið var sera óheppið, tí tað órógvaði javnvágina í samráðinginum. Hann vísti á, at føroyingar fóru at umhugsa, hvat skuldi gerast í hesum máli. Og tiltakið tykist nú vera tað skrivið, sum danskir myndugleikar í farna mánað sendu bretsku stjórnini. Hetta skrivið varð sent um sama mundið sum bretsku myndugleikarnir vóru við at leggja seinastu hond á loyvini til leiting í teimum báðum útbodnu teigunum. Oljufeløg spurd Oljufeløgini, sum hava boðið uppá teigararnar, og tey eru nógv í tali, tí møguleikarnir fyri at finna olju har verða mettir sera góðir, eru síðani kunnað av myndugleikunum um danska/føroyska skrivið. Tey verða eisini spurd, um hetta fær tey at taka umsóknirnar til nýggju økini aftur. Og øll svara tey, at tað eru tey ikki. Ein talsmaður fyri DTI, ta bretska handils og ídnaðarmálaráðið sigur við Press & Journal, at heldur ikki bretska stjórnin er sinnað til at steðga lisensrunduni í økinum. -Vit halda ikki, at nøkur løgfrøðilig heimild er í tí føroyska "kravinum". Hvørki váttar ella avsannar Vit hava spurt Árna Olafsson, hvat hann hevur til at siga um gongdina í málinum. -Eg vil hvørki vátta ella avsanna hetta málið. Hann sigur, at spurningurin um, hvørjar linjur ella potentiellar kravlinjur partarnir hava, hevur verið dult sum nærum "mansmorð" í samráðingunum og tí vil hann heldur ikki úttala seg um, antin føroyingar hava framsett eina linju, sum gongur inn í teir blokkarnar ella skila sær rætt til einaferð í framtíðini at gera tað. Árni Olafsson vil heldur ikki avsanna, at tað kann vera nakað um hesi tíðindini, tí slíkt kemur heldur ikki av ongum. Keldan til hetta eru jú oljufeløgini, sum hava fingið fyrispurning frá myndugleikunum. Soleiðis sum Sosialurin skilur málið, so hava føroyingar tikið tað fyrivarni, at vit vilja ikki útiloka, at vit gera krav uppá økið, sum bretar hava boðið út til oljuleiting, um talan verður um eitt sakarmál. Nýggir føroyskir tónar Meðan føroyingar higartil hava sett fram krav um at brúka miðlinjuna, tvs. fiskimarkið sum undirgrundarmark, so er hetta nakað nýtt, at vit nú eisini skila okkum rætt til at kanna okkum øki eystan fyri verandi fiskimarksmiðlinju. Hetta hevur so aftur nakað við tað at gera, at partarnir eru ikki samdir um, hvar fiskimarkið og fyri tað undirgrundarmarkið gongur, tí ósemja er um, hvørji grundlinjupunkt skulu brúkast til áseting av marki. Ein kann siga, at blíva bretar við til at seta krøv sjálvt innan fyri teirra egnu versión av okkara fiskimarki og grundgeva hetta við hálvari vekt til týðandi oyggjar í Føroyum og hvørt av sínum, so kann tað hugsast, at føroyingar fara at hyggja seg eitt sindur betur um og spyrja, hvað tað eru fyri oyggjar, sum bretar byggja sína fullu vekt á. Sum Sosialurin skilur og tulkar (fyri egnu rokning) málið, hevur talan higartil verið um ymsar hólmar, men tað finnast eisini aðrar oyggjar, sum heldur ikki eru serstakliga stórar og fólkaríkar ella sum kunnu samanberast við t.d. Suðuroynna. Bretar sett seg sjálvar í løgna støðu Blaðið hevur skilt málið soleiðis, at um føroyingar skulu til at ganga inn fyri tí bretsku uppfinningini, sum er at geva hálva og kvarta vekt til oyggjar, so kunnu teir fáa nýggjar útgávur av fiskimarkinum, sum í hvussu er ganga inn í annan av teimum umtalaðu blokkunum. Støðan hjá føroyingum hevur verið og er tann, at báðir partar eru bundnir av tí "notuútveksling" um fiskimark frá 77-78, sum hevur verið millum partarnar, og at bretar í hvussu er eru bundnir av teirra egnu versión av fiskimarkinum. Men er tað so, at annar parturin ikki vil vera bundin av tí, so má hann eisini góðtaka, at hin parturin heldur ikki vil vera tað. Og nettup tí hava føroyingar tikið umrødda fyrivarni. Keldur Sosialurin hevur tosað við siga, at bretar við sínum útspæli hava víst, at teir eru tann "áleypandi" parturin, meðan føroyingar nú hava svarað hesum álopi aftur við at taka fyrivarni í nettup sama øki. Uppá ein hátt kann ein siga, at vit eru í defensinum, tó at vit kortini við hesum fyrireika okkum til ein møguligan framtíðar samanbrest (te. sakarmál) Tað áhugaverda við hesum er, hvat bretar fara at gera í einum øki, sum føroyingar ikki útiloka, at teir fara gera krav uppá! Tað er eisini greitt, at eitt slíkt einvíst bretskt stig kann vera útslagið til, at málið antin fer beinleiðis til politiska viðgerð ella tað endar við dómstólin. Vit eiga at nýta okkara tilfeingi skilagott Vit hava ein hvítingsbróðurstovn undir Føroyum, sum tolir eina roynd upp á 30.000 tons, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði. Og hesin stovnur svimur púra ónýttur fyri durum okkara, meðan menn fáa almennan studning fyri at lata vera við at brúka hetta tilfeingið Vit hava ein fiskastovn undir Føroyum, sum sambært Fiskirannsóknarstovuni tolir eina roynd upp á 30.000 tons. Men vit fiska hann ikki. Vit hava skip í Føroyum, sum kunnu fiska av hesum stovni og geva arbeiði bæði á sjógvi og landi. Men vit nýta tey ikki. Vit kundu burtur úr hesum fingið eitt útflutningsvirði upp á einar 60 - til 70 milliónir krónur. Men vit fáa tað ikki. Alt hetta kundi verið gjørt, uttan at neyðugt var við stórvegis íløgum, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði. Men vit gera tað ikki. Heldur lata vit monnum almennan stuðul fyri at lata vera við at nýta hendan stovn. Ein stovn, sum vit eiga sjálvir. Tí hann er bara á føroyska grunninum. Tað er tí óneyðugt við samráðingum við aðrar tjóðir fyri at sleppa at fiska. Hálvt ár í vinnuloysi Sum støðan er í dag, sigur Bergur Poulsen, liggur Havsbrún í grundini í vinnuloysi helvtina av árinum. Tað er soleiðis, at frá tí, lodnuveiðan endar miðskeiðis í august mánaða, til miðskeiðis í februar, tá virkið fær nakað av lodnu undan Íslandi, verður einki landað til virkið. Tað sigur seg sjálvt, sigur Bergur Poulsen, at tað ber ikki til at reka eitt slíkt virki, tá helvtin av árinum fer, uttan rávørutilgongd. Men um so var, at loyvt var at fiska hvítingsbróður, var møguligt at tryggja Havsbrún eina javna rávørutilgongd. >>Sostatt kundu vit havt betri møguleikar at gjørt okkum galdandi í kapping uttanlands,<< sigur Bergur Poulsen. >>Hendan rávørustøða ger tað trupult at kunna framleiða alifóður alt árið. Og hon ger tað ómøguligt at vera ein álítandi mjøl- og lýsileverandørur uttanlands,<< sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði. Og hetta ger so aftur, at altjóða kappingarstøðan hjá Havsbrún viknar munandi og gerst ein stór hóttan fyri møguleikarnar at yvirliva í framtíðini, sigur Bergur Poulsen. Ávirkar hvørt annað Tað hevur verið ført fram, at hvítingsbróðurveiðan undir Føroyum mátti steðga, tí hon var við til at oyða hýsustovnin. Grundin var, at trolararnir fingu so nógvan hýsuyngul sum hjáveiðu. Tað var eisini rætt, sigur Bergur Poulsen. Men síðan tá eru so stórir batar hendir í reiðskapinum, ídnaðartrolararnir nýta, at hetta at kalla ikki kemur fyri. Ein ídnaðartrolari hevur í samráð við Fiskirannsóknarstovuna gjørt royndir við rist. Og hetta eydnaðist so væl, at hesin háttur nú eisini verður nýtur aðrastaðni. Undir hesum royndum fingu teir minni enn eitt prosent av hýsyngli sum hjáveiðu. Annars sigur Bergur Poulsen, at økið, trolað verður á, er rættiliga avmarkað. Nøkur heilt fá støð eystanfyri. Og nú hvítingsbróðurstovnurin hevur verið friðaður í eini trý ár, kann endin gerast, at hann verður ein hóttan móti hýsustovninum, heldur enn trolararnir. Tí hvør livir av øðrum, og hvítingsbróður etur eisini hýsuyngul. Fiska vit hinvegin hvítingsbróðurin, sigur Bergur Poulsen, kann hann gagnnýtast til at gera eitt nú alifóður av. Sum er, er støðan hættislig, sigur Bergur Poulsen. Tað eru ongir møguleikar at hugsa um nakra útbygging við verandi rávørutilgongd. Men fingu vit hvítingsbróðurin inn í framleiðsluna, kundu vit úr teimum 30.000 tonsunum, Fiskirannsóknarstovan metir, vit kunnu fiska árliga, fingið eini 6.000 tons av mjøli og 1.000 tons av lýsi. Tað hevði, sum áður nevnt, kunnað givið eitt útflutningsvirði upp á einar 60 - 70 milliónir krónur. Amerikanskt plátufelag lokkar Regin Guttesen ­ Hetta kemur heilt óvart á, sigur Regin Guttesen, sum samráðist við stórt amerikanskt plátufelag um sáttmála og samstarv á amerikanska marknaðinum Eisini amerikumenn hava fingið eyguni upp fyri føroyska tónleiksnillinginum Regin Guttesen. Umboðsmaðurin og samstarvsfelagin hjá Regin Guttesen í USA, Edgar Struble, sum eisini legði ein part av upptøkunum á fløguni hjá Regini til rættis, hevur fingið fyrispurning frá etableraða amerikanska plátufelagnum Springhill Records. Amerikanska plátufelagið er áhugað í at gera sáttmála við føroyska tónleikaran, og síðani fáa hann til USA at promovera fløguna hjá sær. Fløgan hjá Regini, sum kallast Writing you a Song, kom út fyrr í ár, og var partvís upptikin í USA. ­ At tað er Edgar Struble, sum arbeiðir fyri okkum í USA hevur nógv at siga, tí hann er væl kendur og virdur. Høvdu vit sjálvir roynt at fingið fløguna hjá mær fram har yviri, hevði tað einki nyttað. Uttan Edgar Struble hevði hetta ikki borið til, segði Regin Guttesen fríggjadagin í samrøðu við Útvarpið. ­ Tað ger eisini stóran mun, at á fløguni hjá mær spæla kendir tónleikarar. Tað er uttan iva við til at plátufelagið er áhugað í at gera sáttmála við meg. Í løtuni fara samráðingar fram millum umboðsmannin hjá Regini Guttesen, Edgar Struble, og Springhill, og spyrst nakað burtur úr hesum, verður tað størsta avbjóðingin hjá Regini nakrantíð. ­ Men eg verði ikki skuffaður, um tú einki kemur burtur úr, tí í løtuni arbeiði eg við tónleiki við síðuna av. Eg eri í ferð við at fáa mær eina útbúgving, og trívist væl við tí og at spæla tónleik við síðuna av, sigur Regin Guttesen Ferðast kring landið at fortelja fólki um grind Meðan tey, sum eru ímóti grindadrápi, stríðast sítt stríð úti í heimi, stríðist grindamannafelagið sítt stríð herheima. Nú verða almennir fundir um alt landið. Fyrsti fundurin verður í Hvalba í annaðkvøld Aftur í vetur fer grindamannafelagið at halda almennar fundir kring alt landið um grind. Endamálið við fundunum er at skifta orð um ymisk viðurskifti, sum hava samband við grind, so ella so. Fýra fundir fyrst Í fyrsta umfarið verður skipað fyri hesum fundum: Í Hvalba í annaðkvøld 19. november kl. 19 í Roynhøllini. Í Sørvági mikukvøldið 26. november kl. 19 í høllini í skúlanum. Á Oyrabakka mánakvøldið 1. desember kl. 19.30. Fundurin verður helst í Eydnuni, men tað er ikki endaliga gjørt av. Og í Norðurlandahúsinum í Havn mikukvøldið 3. desember kl. 19.30. Drápstíð og nýggjur krókur Á fundum, sum hava verið, hevur verið tosað um ymsan grindareiðskap, um ábyrgdina hjá grindaformonnum og sýslumonnum og tað neyðuga í at læra ungdómin. Tað hevur verið greitt frá grindareglugerðini og somuleiðis eru onnur átrokandi mál umrødd. Á fundunum sum nú verða, fara Justinus Olsen, djóralækni og Pál Weyhe, arbeiðsmedisinari at greiða frá. Djóralæknin fer at greiða frá teimum kanningum, sum eru gjørdar at vita, hvussu langa tíð tað tekur at fáa lívið av einum hvali frá tí, at sett verður á hann. Eisini fer hann við ljósmyndum og uppvørpu at greiða frá um nýggja kúlukrókin, og um fyrimunirnar við honum, tá ið skorið verður á háls. Pál Weyhe fer at greiða frá um dálking. Hann fer eisini at greiða frá kanningunum um árinið á nýføðingar og børn av, at foreldur teirra hava etið mat við nógvum kyksilvuri í. ­ Tey, sum halda seg hava etið serliga nógva grind, fáa høvið at lata inn hár til kanningar at vita, hvussu nógv kyksilvur er í. Arbeiðsmedisinarin tekur hárroyndirnar og spyr um kostvanar beint eftir fundin. Tey, sum lata seg kanna, fáa so svar nakrar vikur seinni. Hóast nýtt vápn er hvala-veiða í Føroyum ræðulig Blóðugi arvur víkinganna: Hóast nýtt vápn, er, og verður, hvalaveiða í Føroyum ræðulig.... Umhvørvisfelagsskapir eru nú lagstir eftir nýggja kúlukrókinum Vit eru framvegis fyri ágangi fyri at drepa grind. Og tey, sum vilja okkum ilt, hava nú eisini tikið nýggjasta teknikkin, internetið í brúk og røkka nú uml. 100 miljónum fólkum kring allan heimin við boðskapði sínum. Seinastu stóra tiltøkið hjá teimum, sum eru ímóti grindadrápi, er at varpa síni herróp út á heimsumfatandi internetinum. Og tað seinasta ítøkiliga tiltakið var at býta faldara út á fundinum, hvalaveiðifelagsskapurin, IWC , hevði í lítla, eksotiska fúrstadøminum, Monaco, herfyri. Nýggi sóknarongurlin fyri skotum, Tað tykist ikki, sum at nakað av tí, vit gera fyri at bøta um grindadrápið, rínur við summar av hesum umhvørvisfelagsskapir. Men hví skuldi tað tað. Tí tað er jú grindadrápinum, teir liva av.... Nú er tað nýggi kúlukrókurin, sum verður settur inn í blástrið á hvalinum, og sum vit hava fingið ístaðin fyri gamla grindakrókin, sum stendur fyri skotum. Báði á internetinum, og í faldaranum, býttur varð út í Monaco, er høvuðsboðskapurin tann, at hvalurin pínist ræðuliga illa av tí nýggja kúluokrókinum. ­ Nýggi krókurin er minst líka ræðuligur sum tann gamli, og hvalaveiða í Føroyum er framvegis ræðulig stendur at lesa á Internetinum undir: http://www.tierhilfe.de/presse/091097dthw.htm Og hildið verður fram: ­ Við at flyta sárið inn í kroppin vóna føroyingar, at uppøsti almenningurin um allan heim lættari letur seg sannføra um ein meiri dýravinarligan drápshátt. ­ Men okkara kanningar prógva, at nýggja vápnið á ongan hátt er minni ræðuligt. Tey vísa til eina Sandru Altherr, doktara, sum sigur, at vevnaðurin í blástrinum er fullur av æðrum og nervum, og er ógvuliga sárur. Nýggja drápsvápnið førir til ógvusligar bløðingar í blástrinum, og hvalurin kann kvælast í sínum egna blóði. Harafturat ger hann, at hvalurin fær so ilt, at hann missir evnini at finna veg. Nøkunlunda sami boðskapurin stendur at lesa í faldaranum, sum varð býttur út í sambandið við IWC fundin í Monaco herfyri- men í væl meiri vísindaligum vendingum, við tekningum av kúlini á hvali og myndum av grindadrápi, vanliga grindakróknium og nýggja kúlukrókinum. ­ Nýggi krókurin má bannast av djóraverndarorsøkum, tí hann er eins ræðuligur og vanligi krókurin. Víst verður eisini á, at gamli krókurin enn er í brúki, og eisini hann verður viðhvørt krøktur í blástrið, ella í eygað á hvalinum. ­ Bara í ár eru fleiri hundrað hvalir dripnir í Føroyum við nýggja kúlukrókinum. Myndir eru ikki frá hesum, tí eftir trimum árum hava føroyingar lært seg at forða fyri at almenningurin í víðu verð framhaldandi verður vitni til hesa blóðugu hending, siga felagsskapirnir, DTHW í Týsklandi og og ASMS í Sveis, í nýggjastu propagandu síni, tað eru teir sum standa aftanfyri nýggju herferðina. Poul Johannes Lindberg Tað átti ikki at komið so óvart á meg, at Poul Johannes fylti 90 ár. Men tað er sum við klokkuni, ið hevur fortað í so mong ár, at tað loypir ólag í, verður hon stillað og knappliga fer at ganga rætt. Sjálvsagt hevur Poul Johannes ikki altíð sæð tað sama út, sum fyri gott 50 árum síðani, tá eg kom at kenna hann. Men fyri mær hevur hann ongantíð verið tann gamli maðurin. Gamal drongur, lat gá. Lættur og kimiligur í medferð og gongulagi. Góður vertskapsmaður og dugir væl at koma við onkrari skemtiligari søgu úr sínum hendingaríka lívi í Havn, í Suðuroy, ella hvaðani tað skuldi vera. Poul Johannes sást ofta ferðamikil við mappu ella gerðabók undir hond. Hann hevur havt so mong álitisstørvini millum ár og dag. Fáur man hava verið kassameistari og granskoðari í so mongum feløgum sum hann. Og í nevndum. Serliga kemur mær til hugs Varðan, ungmannafelagið Merkið og Havnar Sjónleikarfelag. Tað vóru eisini mong mong onnur feløg. Undir krígnum var hann saman við Pól í Mykinesi, Stig G. Rasmussen, Sverra Fon o.ø. í einum umrøðu- ella kjakfelagi. Haðani veit Poul Johannes onkra skemtiliga søgu at fortelja! Varðanum tók Poul Johannes sær av í mong ár. Eg minnist tá aðalfundur plagdi at vera á loftinum á Landsbókasavninum. Hendi tað, at onkur óvæntað kom á fund umframt nevndina, so mátti Poul Johannes niðurundir at læna ein stól afturat. Varðin hevur so víst tær nógv fyri at takka, Poul Johannes! Og Sjónleikarhúsið ikki minst! Har legði tú at kalla alt, tú átti. Og eg hugsi ikki, at tú kendi tað so ótakksamt, sum tað mangan veruliga var. Tú vart og er framvegis góður við Sjónleikarfelagið, tað veit eg, og við sjónleikin. Tú hevur mangan glett okkum á palli og aftanfyri við. Tað var altíð stuttligt at arbeiða saman við tær. Eisini í Útvarpinum, tann tíð tað var. Tað var ikki minni eitt bragd, at tú eisini prógvaði kynstur títt í hesum víðagitna Barbu-filminum! Við hesm fáum orðum fari eg at takka tær, Poul Johannes, og ynskja tær alt gott! Sverri Egholm 14. nov. 1997 Ungdómsráðstevna í Reykjavík næsta summar Formansskapurin í Útnorðurráðnum hevur luttikið á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Helsingfors, sum varð hildin tann 10. til 13. november. Á ársfundinum hevur formansskapur Útnorðurráðsins hildið fund, har tosað varð um tær ætlanir, ið skulu gerast fyri virksemið í 1998. Á fundinum varð avgjørt, at ungdómsráðstevnan hjá Útnorðurráðnum í 1998 skal verða í Reykjavík tann 10. til 12. juli. Væntandi fara umleið 150 ung úr londunum í útnorði at luttaka á ráðstevnuni, har nøkur av evnunum, ið skulu umrøðast, verða tað skandinaviska felagsmálið, málini í útnorði, mentan, umhvørvi, náttúruríkidømi og samskifti. Eisini avgjørdi ráðið, at ársfundurin í 1998 skal verða í Ilulisat í Grønlandi tann 2. til 5. juni. Evnið á hesum fundinum verður støðan hjá ungdóminum í útnorði. Formansskapurin í Útnorðurráðnum hevur harumframt havt fund við formannin fyri Norðurlandaráðið og formansskapin fyri Norðurlendsku nevndini. Á fundinum varð umrøtt at styrkja samstarvið millum Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið. Útnorðurráðið bjóðaði eisini Norðurlandaráðnum gestastatus á ársfundum og ráðstevnum ráðsins. Formaðurin fyri Útnorðurráðið er Anders Andreassen, landstingsformaður úr Grønlandi. Fyrsti næstformaður er Svavar Gestsson úr Íslandi og annar næstformaður er Lisbeth Petersen úr Føroyum. Jólaboð er komið Jólaboð, sum KFUM gevur út, er komið og verður nú selt kring landið Hetta er 57. ferð, at Jólaboð kemur sum ein trúgvur og kærkomin jólagestur til fleiri heim í Føroyum. Aftur hesa ferð, eins og fleiri tey seinastu árini, er tað Guttorm Zachariasen, sum hevur lagt til rættis. Inngangin hevur Torkil Beder skrivað. Hans Tórgarð hevur teknað kápumyndina, Bókadeild KFUMs hevur sett og umbrotið. Einars Prent hevur prentað og Bókbindaríið hevur heft. Alt arbeiðið líka frá uppseting til liðuggerð er sera snøgt. Jólaboð er 72 síður og hevur eitt sera fjølbroytt innihald, bæði upprunaligt og týtt, siðsøguligt tilfar, frásagnir, søgur, jólasálmar og yrkingar. Fleiri myndir eru, bæði tekningar og fotomyndir. Jólaboð 1997 kostar kr. 70,- og verður selt kring landið og fæst eisini í bókabúðunum. Fer at tosa við føroyingar um olju Tað er upp á sítt pláss, at tey bæði oyggjaríkini innan danska ríkisfelagsskapin tosa saman um ta komandi oljuvinnuna, bæði londini ætla sær undir, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt, sum í gjár kom á almenna vitjan í Føroyum Grønlendingar vilja fegnir byrja at bora eftir olju um tvey ár. >>Tað hava vit avtalað vit Statoil,<< segði grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt, við Sosialin, tá hann í gjár byrjaði almennu vitjan sína í Føroyum. Tað er Edmund Joensen, løgmaður, sum er vertur fyri vitjanini, sum varir í tveir dagar. Jonathan Motzfeldt, kona hansara, Kristjana Motzfeldt og restin av fylginum fara av stað aftur við flogfari til Danmarkar mikudagin tann 19. november. Grønlendski landsstýrisformaðurin sigur, at hann eisini fer at taka upp málið um meiri sjálvstýri innan ríkisfelaggsskapin. Eftir at Jonathan Motzfeldt hevði etið morgunmat á Hotel Hafnia, gekk leiðin í Tinganes, har fundur var við Løgmann. Landsstýrisformansfrú- an hevur egna skrá. Hon skuldi seinnapartin í gjár til Kalbaks at hyggja at Biofar verkætlanini. Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður, hevði tíðindafund í Tinganesi klokkan 16.3o seinnapartin í gjár, og eftir tað varð vitjað í Løgtinginum, har Jógvan Ingvard Olsen, løgtingsformaður, tók ímóti. Seinni í gjárkvøldi var Tórshavnar Býráð vertur við døgurða í Móttøkuhúsinum í Tróndargøtu. Í dag fer Jonathan Motzfeldt at vitja á Tórshavnar Skipasmiðju. Og ivaleyst fer Poul Mohr at siga eitt sindur um grønlendsku politibátarnar, Skipasmiðjan er í ferð við at smíða. Vitjað verður í Kirkjubø og Norðurlandahúsinum. Kristjana Motzfeldt, landsstýrisformansfrúa, fer at vitja á Búnaðardeplinum í Kollafirði, har greitt verður frá um føroyskan seyð. Seinnapartin verður eisini vitjað í Grønlendingahúsinum í Havn. Grønlendingafelagið sigur, at tey hava ikki fyrireikað nakað serligt tiltak, tí einans hálvur tími er settur av til vitjanina. Men allir limirnir í felagnum er bodnir til døgurða á Hotel Føroyum um kvøldið saman við landsstýrisformanshjúnunum. Tað eru løgmaður og frúa, sum eru vertir við tann døgurðan. Mikudagin endar vitjanin, og farið verður av stað aftur. Farið verður úr Havn klokkan 08.3o, og flogið verður við Atlantsflog úr Vágum til Kastrup klokkan 11 fyrrapartin. Bara børnini kappaðust Badminton: Triðja umfar í Grand Prix kappingini í badminton var í vikuskiftinum Sofus Johannesen Kappingin byrjaði leygardagin kl. 11, tá hópur av børnum møttu og flokkaðust um borðið hjá Jógvani og Ísaki fyri at tekna seg til kappingina. Hetta sýntist heldur fløkjasligt, men hetta er neyðugt, siga teir, tí útskiftingin er rættiliga stór frá einari kapping til aðra. Fleiri eru sjálvsagt tey somu, men nýggj koma til, og onkur kann ikki møta til onkra kapping, vegna sjúku, føðingardag ella tílíkt. Men kappingin er soleiðis skipað, at ikki er neyðugt at møta hvørja ferð. Tó so, ætlar tú tær at vinna kappingina, so ræður um at møta upp, tí um tú ikki luttekur í einum umfari, so fært tú sjálvsagt onki stig, og kanst tí rokna við at flyta langt niður á ranglistanum, tí stigini fyri allar kappingarnar verða tald saman, tá endaligi vinnarin skal finnast. Hesi vóru so úrslitini av teimum kappingunum, ið vórðu leiktar leygardagin: Gentur undir 10 ár 1. Jenny Nielsen, VÍF 2. Inga Nielsen, VÍF 3. Lív Næs, VÍF Gentur 10-12 ár 1. Alexandra Neshamar, HBF 2. Helena Mortensen, HBF 3. Herbjørg Eliasen, HBF 4. Lis Christoffersen Hansen, VÍF Gentur 12-14 ár 1. Jenny Niclasen, ÍF 2. Elin Hansen, HBF 3. Birita Nielsen, HBF Gentur 14-16 ár 1. Karin Hansen, HBF 2. Hjørdis Klein, HBF 3. Bjørg Lamhauge, HBF Kvinnuunglingar 1. Bjørg Poulsen, HBF 2. Elin Joensen, HBF 3. Alma á Lava, HBF Dreingir undir 10 ár 1. Niclas Eysturoy, HBF 2. Eli Fróði Hansen, ÍF 3. Hilmar Kass Jacobsen, HBF Dreingir 10-12 ár 1. Thomas Rubeksen, HBF 2. Gunnar Poulsen, HBF 3. Theis Rein, HBF Dreingir, 12-14 ár 1. Bjartur Lamhauge, HBF 2. Hanus Eliasen, ÍF 3. Jonhard Hansen, ÍF Dreingir 14-16 ár 1. Jens Norðberg, HBF 2. Tommy Jacobsen, HBF 3. Teitur Ellingsgaard, HBF Mansunglingar 1. Jørgen Enghamar, HBF 2. Aksel Poulsen, HBF 3. Eirikur Hansen, HBF Herfølge fekk bert javnleik Fótbóltur: Jákup Mikkelsen og teir kláraðu ikki at vinna, hóast teir vóru á odda 2-0, fingu brotsspark í síðsta minutti, og mótstøðuliðið fekk tveir mans útvístar - Tað var sum at fáa alt serverað á einum fati til ein kongaligan døgurða, men síðani nokta at eta. Soleiðis setti Herfølge-venjarin, Ole Mørch, orð á avrikið hjá sínum spælarum í dystinum móti AGF sunnudagin. - Vit spæla væl stóran part av dystinum, men tað er ótrúligt at vit ikki vinna. AGF fekk ein spælara útvístan, tá Herfølge var frammanfyri 2-0, men hóast tað eydnaðist tað liðnum úr Århus at berja seg uppá á javnt. Og hóast Herfølge fekk brotsspark, tá bert tveir minuttir vóru eftir at spæla, og AGF aftur fekk ein mann útvístan, kláraðu teir ikki at vinna. Henrik Lykke hevði ikki eydnuna við sær, og Lars Windfeld gjørdist tí dagsins maður, tá hann bjargaði brotssparkinum. Jákup Mikkelsen vardi málið hjá Herfølge, og tað skal hann eftir ætlan eisini gera í seinasta dystinum fyri vetrarsteðgin, sum verður næsta vikuskiftið. Eftir tað fáa spælararnir frí í nakrar vikur. Brøndby á odda Liðið hjá Toda Jónssyni, FC Keypmannahavn, vann dystin móti Lyngby fríggjakvøldið. Úrslitið var 3-2, og avgerandi málið gjørdu FCK'arnir í seinastu løtu. Silkeborg vann eisini um vikuskiftið, men tað gjørdi einki við støðuna í oddinum, tí Brøndby, sum rættiliga hevur sett ferð á nú, er fýra stig undan bæði FCK og Silkeborg. Brøndby spældi í vikuskiftinum móti Århus Fremad, og hóast teir vóru aftanfyri 1-0 í hálvleikinum, vunnu teir 3-1, og Ebbe Sand skoraði øll málini. AaB er eisini komið fyri seg seinastu umførini, og teir vunnu sunnudagin heili 6-1 móti AB. OB vann aftur hetta vikuskiftið og nærkast nú hinum botnliðunum. Havnar Svimjifelag vann flestu gullmerkini Svimjing: Stór svimjikapping var í Vági í vikuskiftinum Í vikuskiftinum var svimjikapping í Suðuroy. Kappingin, sum kallast Suðuroy Open, var hildin í Vági teir tríggjar dagarnar í vikuskiftinum. Seks feløg vóru við í kappingini og í samanlagdu støðuni var tað Havnar Svimjifelag, sum vann. Felagið vann 33 gullmerki, 25 silvur og 10 bronsu. Tvøroyrar Svimjifelag gjørdist nummar 2, tey vunnu 25 gull, 10 silvur og 12 bronsu. Ægir úr Klaksvík gjørdist nummar 3 við 16 gullmerkjum, 17 silvur og 13 bronsu. Síðani kom Skeggjar á fjórða plássi við 14 gull, 6 silvur og 10 bronsu. Fuglafjarðar Svimjifelag var nummar 5 við 6 gull, 5 silvur og 1 bronsu. Flot gjørdist nummar 6 við 2 gull, 7 silvur g 4 bronsu. Nøkur bólkamet vórðu sett undir kappingini, men hóast fleiri svimjarar vóru nær við, eydnaðist tað ikki nøkrum at seta føroyskt met. Nýggja stiggevingin skapti gott undirhald Flogbóltur: Flogbóltssambandið royndi nýggjar altjóða lógir í FK-kappingini um vikuskiftið Í FK-kappingini, sum var í Havn um vikuskiftið, var á fyrsta sinnið nýggj skipan við stiggeving undir dysti roynd. Hetta er skipan, sum er tikin í brúk aðrastaðni, millum annað í Danmark. Flogbóltssambandið álegði Fleyr at royna hesa skipan, og royndin eydnaðist væl. Í mun til gomlu skipanina, hana, sum tey framvegis brúka í landskappingini, telur hvør bóltur, og tað verður ongantíð spælt um servuna. Í hvørjum settið verður spælt uppí 21. Hendan kipan hevði við sær nógvar spennandi dystir, sum ikki vórðu avgjørdir fyrr enn seinasta bólt. Tað vísti seg, at vóru liðini ikki fult konsentrerað alla tíðina, vóru tey revsaði, og spælihátturin gav eisini rúmd fyri at lið, sum vóru eitt sindur veikari enn onnur, fingu nøkur stig. Aðrar deildir enn meistaradeildin spældu eftir gamla háttinum, men av tí at dystir, serliga í kvinnudeildini gjørdust drúgvir, umhugsar Flogbóltssambandið at skipa soleiðis fyri, at allir dystir í steypakappingunum framyvir verða spældir eftir running-score spæliskipanini. Mjølnir vann FK-kappingina Flogbóltur: Klaksvíkingar róptu á havnarmenn, tá mansliðið hjá Mjølnir mundu snávað í innleiðandi dystunum Í vikuskiftinum var FK-kappingin í Havn. Hetta er flogbóltskapping, sum Fleyr skipar fyri saman við Føroya Keypsamtøku. Mest spennandi kappingarnar eru sum vera man í meistaradeildini hjá monnum og kvinnum, og í báðum hesum kappingum vóru tað klaksvíkingar, sum fóru við sigrinum. Innleiðandi dystirnir hjá monnum vóru sera spennandi, og í fleiri av dystunum máttu trý sett til fyri at avgera. Í fyrsta dystinum vann ÍF 2-1 á Mjølnir, og eftir tann dystin lá tað í luftini, at ÍF og Fram skuldi koma í finaluna, men í næstseinasta innleiðandi dystinum vann Mjølnir á Fram, og tí var vón fyri liðnum úr Klaksvík. Fram hevði undan seinasta dystinum tryggjað sær pláss í finaluni, men ÍF og Mjølnir stóðu á jøvnum í stigum, og bert settmunurin skilti partarnar. ÍF og Fleyr skuldu spæla seinasta innleiðandi dystin, og vann Fleyr fyrsta settið, var Mjølnir í finaluni. Og so var lag á manni hjá klaksvíkingum at rópa á havnaliðið, og tað endaði eisini við at Fleyr vann fyrsta settið, og so gjørdi tað tað sama hjá ÍF, at teir vunnu dystin 2-1. Spennandi finala Finalan stóð tí ímillum Fram og Mjølnir, og dysturin gjørdist sera spennandi. Mjølnir legði væl fyri og við góðum og skjótum spæli høvdu teir allatíðina munin. Fram hevði ikki rættiliga stýr á sínum spæli, og smasjirnar vóru ikki nóg neyvar. Mjølnir vann fyrsta settið 21-16. Í næsta settið broyttist støðan, tí nú tóku spælararnir hjá Fram sær um reiggj. Fram helt leiðsluna alla tíðina til móti endanum av settinum, tá Mjølnir javnaði til 20-20, men Fram dróg longra stráði, tá liðini royndu at fáa avgerandi munin, og teir vunnu settið 25-23. Neyðugt var tí við einum triðja settið, har spælt varð uppí 7. Liðið úr Klaksvík kom best frá hesum setti, og gjørdi sær dælt av, at Fram-spælararnir gjørdu nógv mistøk. Mjølnir vann 7-3, og vann sostatt eina væl spælda og spennandi finalu í FK-kappingini. Fram vann 1. deild hjá monnum og TB 2. deild hjá monnum. Dráttur á strikuni Tað var um reppið, at Dráttur umsíðir vann eina flogbóltskapping, tá tær komu í finaluna í FK-kappingini um vikuskiftið. Tær vístu gott spæl og vann í innleiðandi dystunum á bæði Mjølnir og Fleyr, sum annars mynda oddin í kvinnudeildini. Dráttur hevur tapt allar dystirnar í landskappingini higartil í ár, og trupulleikin liggur ivaleyst í, at tær ikki trúgva nóg nógv uppá seg sjálvar, tí tær hava góðar eginleikar í spælinum sjálvum. Finalan kom at standa millum Dráttur og Mjølnir, og eisini her gjørdist tað sera tætt og spennandi. Mjølnir vann fyrsta settið við greiðum muni, 21-13, men í øðrum settið bardi Dráttur seg inn í dystinum aftur, og tær vunnu 21-18. Í triðja og avgerandi settinum gekk javnt á. Liðini spældu uppí 7, men tað var ikki nóg mikið, tí tvey stig skuldu verða á muni áðrenn nakað lið hevði vunni. Endin var at Mjølnir vann 9-7 og harvið FK-kappingina 1997. Mong vónaðu at Dráttur umsíðir fór at vinna, eftir at tær í so mong ár hava spælt í meistaradeildini, men hetta má bíða til næstu steypakapping, sum verður í Klaksvík í januar mánaði. Vinnari av 1. deild hjá kvinnum gjørdist TB, sum vann á Fleyr, og 2. deild við kvinnum vann Fram, eftir sigur á NFL. Eingin grund til panikk Hondbóltur: H71 vann, tí teir hildu høvdið kalt í avgerandi løtunum, helt Ingi Olsen eftir oddadystin sunnudagin Hann hevur ofta roynt tað áður, men tað er líka óhugaligt hvørjferð. Ingi Olsen varð allan dystin mansvardur av Halli Danielsen hjá H71, og fekk tí ikki spælt sum honum lysti. - Tað er óhugaligt at verða mansvardur, men tað hoyrir til spælið. Tað nyttaði ikki hjá mær at fara at renna ov nógv, tí so møddi eg meg bara, og teir høvdu nokk av fólki at seta inn, sigur Ingi Olsen. Hann kláraði tó at gera seks mál, men samanlagt órógvaði tað VÍF-liðið nógv, at mest sentrali spælarin varð mansvardur. - Vit spældu ikki so væl sum vit kunna, men vit spældu ikki illa fyri tað. H71'arnir vóru góðir, og teir høvdu størri vilja enn vit. Teir hava eitt betri lið enn í fjør, og vit verða noyddir at taka okkum saman, skulu vit halda fast um fremsta plássið, sigur Ingi Olsen. - H71 vann tí teir hildu høvið kalt í avgerandi løtunum, og seinastu løtuna vóru tað vit, sum gjørdu mistøkini. Men tað er eingin grund til panikk fyri tað, heldur hann. - Vit eru framvegis á odda, og nógv er eftir at spæla. Vit hava við vilja minkað nakað um venjingina eftir Europa-Cup dystirnar, fyri so at seta ferð á aftur seinni. Men tá vit ikki spæla upp til okkara besta, kunnu vit ikki vænta at vinna, sigur Ingi Olsen. Tað var skilagott at mansverja Inga Olsen Hondbóltur: Tað var taktiskt klókt at mansverja Inga Olsen, helt H71-toppskjúttin Jákup Símun Simonsen eftir sigurin á VÍF 1. deild menn: VÍF-H71 28-31 (14-15) H71 gjørdi tað óvæntaða. Hóast mong vónaðu, at teir fóru at vinna á VÍF sunnudagin, so mundu tað neyvan verða øll tey somu, sum trúðu uppá møguleikan. Og tað var kanska ikki so løgið. H71 royndi fleiri ferðir í fjør at fáa bilbukt við VÍF, men tað nyttaði einki, og tá teir nú aftur skuldi royna seg móti sterka meistaraliðnum, vóru teir ikki júst favorittar. Men hoyvíkingar vístu slíkan vilja, bæði til at vinna og stríðast, sjálvt tá tað ikki lítkist einum sigri, at teir kundu fara úr Vestmanna við báðum stigunum, eftir ein tættan, harðan og spennandi oddadyst fyri eygunum á fleiri enn 500 áskoðarum. Tað var ein hondbóltsdystur, sum tænir spælinum sjálvum, og sum bara kann gera reklamu fyri ítróttinum, sum ikki júst hevur fingið bestu undirtøkuna seinnu árini. VÍF spældi væl, H71 eisini, og so stríddust liðini um hvønn tumma á vøllinum, um hvønn bólt og fyri hvørjum møguleika at fáa avgerandi munin í dystinum. Tað gekk javnt á allar 60 minuttirnar, nervin var allatíðina í dystinum, og hóast vestmenningar komu á odda fram móti endanum av dystinum, og sjáldan lata slíka leiðslu frá sær, eydnaðist tað hoyvíkingum at manna seg upp og fara fram um aftur. Loysti seg at mansverja Inga Ingi Olsen, sum skuldi verða lyklaspælarin hjá VÍF í dystinum, og sum ferð eftir ferð hevur víst, at hann er besti spælarin í landinum, varð mansvardur frá byrjan til enda av oddadystinum. Hallur Danielsen varð settur at dekka Inga, og hóast vestmenningurin fekk stolið sær seks mál, órógvaði mansverjan av sentrala spælaranum hjá VÍF vestmenningar nógv. - Sjálvt um Áki Olsen fekk 14 mál, so var tað taktiskt klókt at mansverja Inga Olsen, tí hann dugir so sera væl at fáa hinar við, hann skorar ikki bara mál, men hann spælir eisini upp til hinar, segði Jákup Símun Simonsen hjá H71 eftir dystin. - Vit høvdu viljan til at vinna, vit stríddust sera væl allatíðina, og so hevði tað eisini týdning, at vit tóku Inga burtur úr spælinum. Størri breidd H71 royndi fleiri ferðir í fjør at vinna á VÍF, men tað eydnaðist ongantíð, teir taptu hvørjaferð. - Vit hava størri breidd á liðnum í ár, og vit hava bygt víðari á tað, sum vit avrikaðu saman við Páll Poulsen í fjør. Men tað krevur nógv. Vit verða noyddir at venja nógv og annars gera nógv við tað, skulu vit halda okkum í oddinum, heldur Jákup Símun Simonsen. - Og vit ætla okkum ikki at leypa fram av fyri tað um vit hava vunnið á VÍF. Enn eru vit bara í grundspælinum, men tað er týdningarmikið, at onkur vinnur á vestmenningum, tí so síggja hini liðini, at tað er ikki ógjørligt. - Klára vit nú at fylgja eftir VÍF, so kunnu vit fáa eitt ómetaliga spennandi endaspæl, og sjálvur trúgvi eg, at vit kunnu verða við í oddinum. Bóru seg undan at taka brotskast Tað gekk báðar vegir, tá VÍF og H71 dystaðust sunnudagin. Liðini fylgdust allatíðina, og tey skiftust um at verða á odda. Í hálvleikinum hevði H71 munin við einum máli, og seinna hálvleik hildu teir seg leingi frammanfyri, eitt skifti vóru teir trý mál á odda. Men VÍF gav ikki upp og teir javnaðu eftir fáum minuttum trýmáls leiðsluna hjá H71. Síðani royndu bæði liðini at leggja seg fram um, men so javnaði hitt aftur. Tá sjey minuttir vóru eftir at spæla fór VÍF eftir einum minutti frá 23-24 og uppá 25-24, og tá lá í luftini, at vestmenningar høvdu tikið ferð á seg og fóru at avgera dystin. Men so varð ikki. H71 javnaði, og hóast VÍF aftur fór fram um 27-26, kláraði H71 enn einaferð at javna, so støðan var 27-27 tá fýra minuttir vóru eftir at spæla. Hetta útjavnandi málið kom við brotskasti, sum Hans Guðmundsson skoraði við. Fleiri H71'arar bóru seg undan at taka hetta brotskastið, tí tað hevði avgerandi týdning fyri dystin, og so tók íslendski venjarin ábyrgdina á sínar herðar og skoraði. Tað gjørdi hann aftur í seinasta minuttinum av dystinum, tá hann avgjørdi odda dystin til fyrimuns fyri sítt lið. Seinastu fýra minuttirnar skoraðu hoyvíkingar fimm ferðir, meðan VÍF bert fekk eitt mál. H71 vann sostatt tætta oddadystin, og tað høvdu teir uppiborið. Teir stríddust væl og høvdu so góðan vilja og disiplin, sum sjáldan áður. Umsíðir bar til hjá GÍ Hondbóltur: GÍ vann botndystin móti VB, og togaði seg uppá javnt við Stjørnuna og VB 1. deild kvinnur: GÍ-VB 28-19 (12-7) Frá miskeiðis í fyrra hálvleiki, tá GÍ fyrstu ferð fór fram um VB, og restina av dystinum stýrdi heimaliðið týðandi botndystinum móti VB. Vágskvinnur vóru annað vikuskiftið á rað á vitjan norðanfyri, og triðju ferð á rað máttu tær lúta á útivølli. Hóast tær komu væl frá byrjan í dystinum á Kambsdali og vóru frammanfyri fyrru helvt av fyrra hálvleiki, kláraðu tær ikki at halda tørn móti einum GÍ-liðið, sum gjørdist betri og svangari sum dysturin leið, og sum at enda vann tryggan sigur, endaliga úrslitið var 28-19. GÍ fór fram um VB seinna partin av fyrra hálvleiki, og tá VB bert gjørdi trý mál í eitt korter, gjørdi GÍ sær dælt av tí, og fór frá 2-4 og uppá 12-7. Hóast VB í seinna hálvleiki stríddi seg innaftur í dystinum og minkaði til 12-14, kláraðu tær ikki at halda dampinum uppi. GÍ fór fram umaftur við fleiri málum, og tá dysturin var av, vóru 9 mál á muni. Við sigrinum kom GÍ uppá javnt við VB og Stjørnuna í botninum í kvinnudeildini. Øll trý liðini hava tvey stig í part. StÍF fótaði sær í avgerandi løtunum Hondbóltur: Uttan at spæla sannførandi vann StÍF á Stjørnuni 1. deild kvinnur: Stjørnan-StÍF 21-25 (10-12) Munurin millum Stjørnuna og StÍF var ikki sjónskur, tá liðini spældu í KÍ-høllini í Klaksvík leygardagin. Hóast StÍF var og er við í toppinum og Stjørnan liggur í skeiva endanum, gekk javnt á mesta av tíðini, og tað var ikki fyrr enn inn í seinna hálvleik, at StÍF fór veruliga fram um heimaliðið. Í fyrra hálvleiki gekk báðar, men stundum gjørdust fleiri mál á muni. StÍF fór fram um 6-3, Stjørnan javnaði so til 6-6. So fóru gestirnir aftur fram um, hesaferð 9-6, men eftir stuttari løtu var tað Stjørnan, sum fór fram um, tá tær gjørdu tað til 10-9. Seinastu minuttirnar fyri hálvleikin fór StÍF fram um aftur, og í hálvleikinum var støðan 12-10 til gestirnar. Tað mundi neyvan tykjast heilt vónleyst hjá heimaliðnum, tí seinasta vikuskiftið vóru tær aftanfyri við júst somu tølum móti GÍ, men vunnu hóast tað. Málverjin stóð seg væl Í seinna hálvleiki royndi Stjørnan at koma viðaftur í dystin, men hvørjaferð tær vóru um at fáa StÍF aftur, kláraði liðið av Strondum at gera mál og harvið varðveita munin. StÍF spældi neyvan upp til sítt besta, álopsspælið var stundum stirvið, og verjuspælið var ikki allatíðina sannførandi. Í málinum høvdu tær Sigrid Andreasen, sum er ættað av Viðareiði, men nú er búsitandi á vestarumegin á Skálafjørðinum, og hon stóð seg avbera væl. Hon møtti væl í avgerandi løtunum, og hóast hon nakrar ferðir møtti bóltin í málið, átti hon týðandi leiklut í, at StÍF helt seg frammanfyri allatíðina. Í hinum endanum hevði Anna Maria Berthelsen ofta lætt spæl á vinstra vongi. Hon fekk gott pláss, og tá hon so royndi seg móti málinum, var hon neyv og skoraði eisini sjey mál. Signhild Petersen vísti í løtum at hon er frálíkur spælari, og onkur av teimum seks málunum, hon gjørdi, vóru góð. Hjá Stjørnuni snúði nógva av álopsspælinum seg um Joan Midjord Joensen, sum skoraði 10 av málunum hjá heimaliðnum. Vanligi toppskjúttin, Simona Hansen, brúkti mesta av tíðini á beinkinum hesaferð. 10 minuttir fyri leiklok gjørdi StÍF tað til 20-14, og tað var allur ivi um úrslitið burtur. Stjørnan stríddist tó líka til endan, og tær kláraðu eisini at minka um munin við tveimum málum, so endaliga støðan gjørdist 25-21. Við sigrinum togaði StÍF seg heilt fram í oddin. Tær liggja við sama stigatalið sum Neistin, men hava spælt ein dyst fleiri. Í annaðkvøld spælir Neistin móti Kyndil, og skuldi tað hent, at Kyndil vinnur dystin, liggja trý lið á jøvnum í oddinum og trý lið á jøvnum í botninum... Hondbóltshagtøl Hondbóltur: Úrslit og støðan eftir dystirnar í vikuskiftinum 1. deild menn 5. umfar, mikudagin 12. november KÍF-StÍF 18-28 (7-15) 5. umfar, sunnudagin 16. november VÍF-H71 28-31 (14-15) VÍF: Áki Olsen 14, Ingi Olsen 6, Sámal Joensen 4, Hjalmar Klein Olsen 2, Neil Bláhamar, Rógvi Nielsen H71: Jákup Símun Simonsen 9, Halgir Dahl-Olsen 7, Hans Guðmundsson 5, Hallur Danielsen 4, Olaf Vestergaard 3, Anfinn N. Debess 3 Støðan 1. VÍF54-0-1154-968 2. H7154-0-1131-1228 3. StÍF52-1-2131-1235 4. Kyndil42-0-297-984 5. KÍF51-0-4118-1332 6. Neistin40-1-391-1191 Næstu dystirnir 19/11 Kyndil-Neistin 22/11 StÍF-H71 23/11 KÍF-Neistin 26/11 Kyndil-VÍF 1. deild kvinnur 5. umfar, leygardagin 15. november Stjørnan-StÍF 21-25 (10-12) Stjørnan: Joan Midjord Joensen 10, Anna Kristina Olsen 5, Bára Skaale 3, Simona Hansen 2, Hansy Thomsen StÍF: Anna Maria Berthelsen 7, Signhild Petersen 6, Alis Høghamar 4, Paula Jacobsen 3, Eyðleyg Mikkelsen 3, Súnfríð Jacobsen, Katrin Petersen GÍ-VB 28-19 (12-7) GÍ: Beinta Joensen 9, Sunrid Gleðisheygg 7, Maria Olsen 6, Kristine Ellingsgaard 2, Linda Toftegaard 2, Mona Langgaard, Annika Jacobsen VB: Sólrun Krosslá 8, Christina Holm 3, Carol Strøm 3, Anja Mørk 2, Rini Mørk 2, Arnleyg Krosslá Støðan 1. Neistin44-0-088-688 2. StÍF54-0-1113-1028 3. Kyndil43-0-1113-846 4. GÍ51-0-4107-1242 5. Stjørnan51-0-498-1192 6. VB51-0-494-1202 Næstu dystirnir 19/11 Kyndil-Neistin 23/11 Stjørnan-Kyndil 23/11 VB-Neistin 26/11 StÍF-GÍ Komu í kvartfinaluna Badminton: Føroyskir badmintonspælarar vóru í vikuskiftinum við í altjóða kapping í Rekjavík Føroyskir badmintonspælarar hava í vikuskiftinum verið í Reykjavík og luttikið í altjóða kapping. Í einmansleikinum hjá monnum gekk væl. Heðin Joensen, Rani í Líð og Erland Poulsen komu allir í kvartfinalurnar, har teir tó taptu, allir taptu 2-0. Allir kvinnuligu spælararnir ruku út longu í fyrsta umfari í einmansleikinum. Ingun Hansen, Borglis Fagradal og Guðrun Jacobsen spældu allar móti íslendskum spælarum, og taptu. Í tvímansleikinum komu føroysku pørini heldur ikki langt. Ingun Hansen og Borglis Fagradal luttóku hjá kvinnum, Rani í Líð og Heðin Joensen hjá monnum og Guðrun Jacobsen og Erland Poulsen í blandaða tvímansleikinum. Nýggjur landsliðsvenjari í svimjing Svimjing: David Kravl skal framyvir starvast sum føroyskur landsliðsvenjari í svimjing Svimjisamband Føroyar hevur sett David Kravl í starv sum landsliðsvenjara. Hann tekur við eftir René Thomsen, sum er farin aftur til Danmarkar. David Kravl, sum eisini er dani, fer í hesi vikuni at taka út svimjarar til NJM, sum verður 13. og 14. desember í Oslo. Hann fer eisini at taka út eitt landslið, sum fera at arbeiða fram ímóti Oyggjaleikunum á Gotlandi í 1997 og øðrum altjóða kappingum. Helga og tær taptu aftur Fótbóltur: Rødovre tapti eisini seinasta dystin fyri vetrarsteðgin Liðið hjá Helgu Ellingsgaard, Rødovre, tapti eisini seinasta dystin í Elitudeildini fyri vetrarsteðgin. Tær spældu ímóti OB á heimavølli, og tær taptu 3-0. OB liggur á triðja plássi, og heldur fast um hetta pláss eftir sigurin á Rødovre, sum er nummar 4 við 19 stigum. Odda- og meistaraliðið HEI tapti fyri fyrstu ferð í 14 mánaðir, tá Fortuna Hjørring kláraði at vinna heili 6-2, eftir at hava verið aftanfyri 2-1. Men HEI er framvegis á odda í Elitudeildini, nú liðini fara í vetrarfrí. Fortuna er nummar 2. VÍF sligið í gólvið Hondbóltur: Høllini í Vestmanna kókaði, tá H71 gjørdi tað ómøguliga Høllini í Vestmanna kókaði, tá VÍF og H71 spældu oddadyst sunnudagin. Yvir 500 áskoðarar vóru til dystin, og bæði á vøllinum og á áskoðararplássunum góvu tey seg fult út. Vestmenningar vóru vertir, teir vóru ikki gávumildir, men teir máttu lúta fyri liðnum úr høvuðsstaðnum, sum kláraði at halda høvdið kalt, tá mest umráddi, og sum seinastu fimm minuttirnar gjørdi tað, sum VÍF vanliga plagar at gera: avgera dystin. H71 var í somu støðu í fjør, tá teir royndu at kappast við VÍF í oddinum. Fyrsta dystin millum liðini vann VÍF við slíkum tølum, at alt tos um H71 sum meistaralið brátagnaði. Tað gjørdi tað ikki hesaferð, og bæði spælarar á H71-liðnum og mótstøðumenn halda, at liðið úr Hoyvík er betri fyri í ár, enn tað var í fjør, tá tað vann silvur. Og dysturin í Vestmanna sunnudagin vísti, at liðið kann eisini vera við, tá talan er um tættan, spennandi og krevjandi oddadyst. Tað vóru løtur, tá H71'arnir vóru um at leypa fram av, men teir kláraðu at halda disiplinina allan dystin, og teir fingu eisini lønina fyri tað. Ikki tapt í hálvtannað ár Breiddin á H71-liðnum er størri í ár enn hon var í fjør, og í spælandi venjaranum, Hans Guðmundssyni, hava teir fingið spælara, sum styrkir um liðið. Hann er sjáldan toppskjútti, men hann ger eingi mistøk, spælir væl í verju og í álopi, og tykist hava lært H71 meiri enn áður at halda høvdið kalt í avgerandi løtunum. Í Vestmanna eru tey ikki farin í sjokk fyri tað um teirra lið tapti hesaferð. Sjálvandi kemur tað altíð illa við at tapa, og tapið hjá VÍF er tað fyrsta í landskappingini í hálvtannað ár. Í fjør vunnu teir FM-heitið í stórum stíli og spældu bert einaferð javnleik - 25-25 móti StÍF á Skála. Seinasta tapið hjá VÍF er tí at finna í kappingini 1995/96. Enn eru vit bert stødd í byrjanini av kappingini, VÍF er framvegis á odda, og nógvir dystir eru eftir at spæla í grundspælinum. Tá grundspælið er av, verða stigini hálverað, so fyrstu dystirnir hava minni týdning enn teir í seinnu hálvu. Men tekin eru til, at spenningur kann koma í stríðið um FM-gullið í ár. Tað leggur H71 ið hvussu so er upp til. Seinastu europeisku londini klár til HM Fótbóltur: Jugoslavia, Italia, Belgia og Kroatia vunnu kvalifikatiónsdystirnar um seinastu europeisku HM-plássini Leygardagin varð avgjørt hvørji tey seinastu europeisku liðini, sum sleppa við til HM-endaspælið í fótbólti, sum verður í Fraklandi næsta summar. Seinnu kvalifikatiónsdystirnir millum tveyarnar í innleiðandi bólkunum vórðu spældir kring Europa, og vinnararnir av hesum dystunum gjørdust Jugoslavia, Italia, Belgia og Kroatia. Jugoslavia var tryggasti vinnari. Teir vunnu fyrra dystin 7-1 móti Ungarn, og seinna dystin vunnu teir aftur stórt, hesaferð 5-0. Mijatovic gjørdi fýra av málunum. Jugoslavia var í sama bólki sum Føroyar í innleiðandi bólkunum og endaði sum nummar tvey aftanfyri Spania. Italia vann stóra dystin móti Ruslandi. Úrslitið var 1-0 til Italia og samanlagt vann Italia vann tí 2-1. Belgia vann 2-1 á Írlandi og kemur til til HM-endaspælið við samanlagdum sigri uppá 3-2. Seinasti dysturin var millum Kroatia og Ukraina. Kroatia vann fyrra dystin 2-0, og seinni dysturin endaði við javnleiki, og tí er Kroatia klárt til HM-endaspælið. Framsýning í Norðurlandahúsinum Í hesum døgum hevur Bernhard Lipsøe framsýning av standmyndum úr jarni í Norðurlandahúsinum. Tað er heilt einastandandi stuttligt og hugtakandi at síggja, hvussu hann fær hesar stívu og køldu plátur at livna. Antin tað so eru kvinnur ella djór, hann hevur gjørt, so tykist tað, sum tey røra seg, tá tú gongur framvið. Ein fragd fyri eygað! Og hygg so seyðirnir uttanfyri, so væl í holdum. Einki at siga til, at veðrurin stendur har so erpin. Takk fyri, at tit fingu hesi listaverk henda vegin. Alma Bjartalíð, Klaksvík Um Útvarpið, rís og rós Gott nokk var tað ein endursending, men tað var so áhugavert seinasta sunnumorgun at hoyra bíbilsku vísurnar hjá Møllehave. Nýtt evni og so ein onnur rødd eisini, sum dugdi at greiða frá. Henda morgunsending hevur leingi trongt til eina endurnýggjan og nýtt fólk. Eg havi ongantíð skilt, hví sami persónur skal hava tvær tónleikasendingar sama dag. Man slíkt vera vanligt í øðrum londum, - í so nógv ár??? Gott nokk hevur hesin nógva vitan um tónleik, men ber ikki til at hesin leggur til rættis og onnur rødd leggur fram tónleikin fyri okkum? Og so má man jú bara spyrja nær fáa vit kvinnur at hoyra í hesum sendingunum? Sendingin >>Víða um<< hevur viðhvørt góð evni. Kanska hevði tað verið betri, um svarini komu sum samtala og ikki bara blivu lisin upp. Einaferð hevði henda útvarpskvinnan stak góðar sendingar um sosial problem, um gerandislív og dagsins ókendu hetjur. Eg kundi ynskt at hoyrt líknandi sendingar aftur. Kórsendingin er ofta góð, og unga daman í ungdómssendingini riggar væl. Ungfólkið í húsinum situr trúliga og lurtar, so har man vera í lagi. >>Millum fjals og fjøru<< vóru áhugaverdar sendingar, og arvtakarin í ár sær út til at klára tað væl eisini. Óført! Og til endans eina ferð enn: Ber ikki til at kvinnur lesa stuttsøgur ella framhaldssøgur? Ella taka sær av >>Lurtararnir og vit<<, >>Nýtt og gott gamalt<< >>Í víngarðinum<<, >>Morgunsendingini<< osfr.? Álvaratos, eru bara mannfólk í Sortudíki? Styggja tit konufólkini burt? Gott nokk eru nú tvær kvinnur at hoyra av og á í tíðindunum. Verið nú so fittir ímóti teimum, so tær halda á. Lurtari ps. Vinarligast sigi straks frá, nær ein sending verður endursend bæði í bløðum og útvarpi. Takk fyri. Til S. P. í Grund um kringvarp v.m. Í nógv ár hevur býráðið í Havn kravt at útstykkingar skuldu útgerast við kaðalskipanum. Hesar skipanir kostaðu hvørjum húsarhaldi millum kr. 10.000 og kr. 15.000 bara í tilfari til káplar og forsterkarar. Afturat hesum kom so niðurgraving og parabolskipan og útbúnaður til Rás Tórshavn og SvF, soleiðis at kostnaðurin hvørt húski hevur goldið fyri hesar skipanir, sum bleiv tvingað inn á okkum frá kommununnar síðu, liggur uppá ikki minni enn 20.000 kanska heldur 25.000 kr. Fleiri útstykkingar liggja so fyri - t.d. Norðasta Horn og Inni á Gøtu, at sera ring líkindi er hjá hvørjum húsi sær at móttaka bæði Rás Tórshavn og SvF. Tí varð eisini roynt at venda sær til býráðið um at fáa teir at gjalda part av hesum útreiðslum, men hetta varð avvíst. Nú frætta vit so, at landsstýrið ætlar at leggja >>nýtslugjald<< á kaðalskipanir, soleiðis at tað gerst uppaftur tyngri at reka hesi feløg, sum frammanundan eru dýr at reka, tí tey krevja stórt viðlíkahald. Tað vil siga, at vit, sum hava verið atvoldin til, at bæði land og kommuna hava spart nógvan eyka pening við ikki at seta send-arar upp til m.a. hesi øki, nú skulu áleggjast eykaskatt afturfyri. Tá verða sjálvsagt kápulskipanir okkara sløktar og so noyðast bæði land og kommuna at seta sendarar upp, umframt at so verður hvørt húsið í Havn avtaglað við stórum antennum og parabolum. Tað má eisini vera Sámal Peturi í Grund púra greitt, at endurgjald fer at koma frá antennufeløgunum. Eg hevði ikki væntað, at SvF og Útvarpið ræddust so illa kapping uttanífrá, at teir máttu biðja landsstýrið tíggja til so skitin vápn sum at forða landsins borgarum at fáa objektivan tíðindaflutning, tí tá tað snýr seg um at >>stjala<< sendingar frá øðrum, liggur hvørki SvF ella ÚF á tí lætu síðuni. Og nú roknar S.P. í Grund so við, at antennufeløgini skulu gjalda ta upphædd, sum hann gjøgnum fíggjarlógina hevur ætlað at latið SvF og ÚF. Meiri tjóðagóðs! Nei, keine Hexerei, nur behendigheit. Ella sum tá ÚF segði frá tíðindum úr Kina: fyrst skjóta teir tey sum mótmæla, síðani selja teir gøgnini til transplantatión í vesturheiminum, og síðani senda teir teim avvarðandi rokning fyri kúluna. Í teim fríu (kommunistisku íroknað) londunum rundan um okkum, verður kommunikatiónsverkið stuðlað av tí almenna, men útbygt á privatum grundarlagi. Í Føroyum skal tað vera so dýrt sum møguligt og so vánaligt sum møguligt, og einastu, sum skulu stuðlast, eru teir tríggir stovnarnir SvF, ÚF og TFL, umframt at teir sleppa at reka handilsvinnu uttan at vera skattskyldugir. Hví skulu vit í Føroyum gjalda 4 ferðir so nógv sum ein danskari ger, tá hann ringir inn til grannahúsini! Hetta kunnu vit eisini gera við kápulskipan okkara, og hetta veit TFL, so tí skal avgjald leggjast á, so vit ikki hava ráð at fáa okkum slíka skipan. Nú skilji eg knappliga kinesaran, sum var og vitjaði í Føroyum í summar, hvat hann meinti við, tá hann segði, at í Kina føldi hann seg sum ein fríur borgari í einum fríum landi. Eigarafelagslimur í Havn AIDS-grunnur stovnaður í Føroyum - Hóast lyklapersónar víða um landið við jøvnum millumbilum skipa fyri tiltøkum, so er neyðugt at hava ein samskipara, sigur Anna Samuelsen, formaður í AIDS-Ráðnum Dagny Joensen AIDS-grunnurin í Føroyum, er stovnaður við tí fyri eygað, at veita upplýsing um HIV og AIDS, og at stuðla sjúklingum. Tað vóru nakrir sjúkrasystranæmingar, sum gjørdi sítt til, at AIDS-grunnurin varð stovnaður. Tær gjørdu høvuðsuppgávu, og fingu stuðul frá Lívstrygging til hetta arbeiðið. Ein partur av upphæddini leyp av, og sjúkrasystranæmingarnir gjørdu at at lata peningin til AIDS -Ráðið í Føroyum. Tá Anna Samuelsen var í Danmark í øðrum ørindum, fór hon at tosa við umboð fyri AIDS- grunnin í Danmark, fyri at vita, hvussu tey har høvdu skipað seg. - Eg fekk teirra viðtøkur, og vit hava nú lagað tær til føroysk viðurskifti, so grunnurin kundi stovnast, sigur Anna Samuelsen. Hon er sera fegin um tiltakið, tí sum tað vísir seg, so knípur tað við at halda áhuganum uppi fyri hesum vandamáli í Føroyum. Hóast talan ikki var um stóra upphædd, so hjálpti tað um, at Lívstrygging í samband við stovnina hevur latið 10.000 krónur til føroyska grunnin. Áðrenn almenna fundin fríggjadagin, boðaði stigtakararnir frá, at fólk ístaðin fyri at gjalda atgongumerki, kundu lata AIDS-grunninum eina peningagávu. Anna Samuelsen sigur, at tey ikki enn hava gjørt upp, hvat av peningi kom inn fríggjadagin. 1. desember er altjóða AIDS-dagur, har evnið er: "AIDS og børnini^3. Í Føroyum er støðan øðrvísi, og tí verður dagurin hildin undir heitinum: "Vit í Norðuri: AIDS er her framvegis^3, sigur Anna Samuelsen, sum henda dagin fer at halda fyrilestur í Studentaskúlanum. Um arbeiðið í Føroyum, sigur Anna Samuelsen, at lyklapersónar eru víða um í landinum. Teir skipa javnan fyri tiltøkum, men at neyðugt er við einum samskipara í hesum arbeiðnum. Sjálv arbeiðir Anna Samuelsen sum sjúkrasystir stóran part av degnum, og at tað er avmarkað, hvussu nógv tíð er til AIDS-arbeiðið. Hon hevur arbeitt við málinum síðani 1992, men viðgongur, at tað er hugaligt,tá tað gongst væl í hond, sum nú tá grunnurin er stovnaður. Vit mugu ongantíð gloyma vandan Ógvuliga lítið hoyrist til sjúkuna, sum fyri fáum árum síðani kyknaði um allan heim. Kortini er vandin ikki av. Vit mugu frameftir upplýsa og ráðgeva um HIV og AIDS, til tess at fyribyrgja, siga Jens Ole Nielsen, yvirlækni á Hvidovre Sjúkrahúsi og Anna Graumann, kunningarstjóri í danska AIDS-grunninum Í farnu viku vóru umboð fyri AIDS-grunnin í Danmark og Hvidovre Hospital, sum serliga tekur sær av HIV-smittaðum og AIDS sjúklingum, í Føroyum og hildu fyrilestrar um arbeiðið í Danmark. Eini 200 fólk luttóku á fundunum fyri fakfólk innan heilsuverkið hósdagin og almenninginum fríggjadagin. Jens Ole Nielsen, yvirlækni og professari í medisin, var annar gesturin. Hann hevur verið leiðari á deildini fyri smittusjúkur, síðani deildin var stovnað í 1985. Hann var eisini ein av stigtakararnum, tá danski AIDS - grunnurin varð stovnaður, og hevur sitið sum formaður í grunninum í níggju ár. Í løtuni er hann limur í danska Heilsustýrinum, og virkar sum AIDS-ráðgevi har, umframt at hann er formaðurin í stýrinum fyri EURO-AIDS. Hin gesturin var Anne Graumann, kunningarstjóri í danska AIDS-grunninum. Jens Ole Nielsen sigur, at fyri 10 árum síðan var nógv gjørt burturúr at upplýsa um HIV- smittuna og AIDS-sjúkuna, men seinastu árini er minni gjørt á hesum øki. -Tað merkir kortini ikki, at vit hava bast sjúkuni, hóast vit kunnu siga, at hon er tálmað. Tað hevur fingið fólk halda, at vandin ikki er so stórur longur, men so er ikki. AIDS er heimsumfatandi trupulleiki. Eitt nú ferðast ungfólk víða um í heiminum, og tí er neyðugt alla tíðina at gera vart við sjúkuna. Sjúkan økist aðrastaðni Serliga í Asiu og Afrika breiðir sjúkan seg, og hon verður eisini innflutt til Danmarkar, eitt nú við flóttafólkunum úr hesum londum. Tí er umráðandi at verða ansin, sigur Jens Ole Nielsen. Umleið 200 - 250 fólk í Danmark fáa árliga HIV-smittuna. Av hesum eru 60 pst. homosexuell og 40 pst. heterosexuell fólk. Í Føroyum hevur sjúkan ikki gjørt eins nógv um seg. Jens Ole Nielsen heldur, at tað kemst av at fólk flyta av landinum til Danmarkar, serliga til Keypmannahavnar, har lættari er at liva hjá teimum, sum eru samkynt. Danski yvirlæknin veit um føroyingar, sum eru smittaðir ella hava AIDS. - Hesir sjúklingar eru farnir heimanífrá, tí tað hevur verið ov torført at siga sínum nærmastu frá teirra støðu. Tað hevur tí heldur ikki verið lætt hjá teimum at siga familjuni í Føroyum frá, um tey eru vorðin sjúk, sigur Jens Ole Nielsen. Hann veit um einar 12 - 16 føroyskar sjúklingar, sum gjøgnum árini hava havt sína gongd á Hvidovre Sjúkrahúsi, ella hava verið innlagdir. - Okkara uppgáva hevur verið at skapa samband millum sjúkling og avvarðandi í Føroyum, og at veita teimum peningaligan stuðul, so annaðhvørt sjúklingarnir hava havt møguleika vitja í Føroyum, ella at familjan er komin til Danmarkar at vitja tann sjúka, sigur yvirlæknin. Tey ungu læra at hugsa seg um Hann heldur, at tað nú er umráðandi at upplýsa og kunna tey ungu um vandan fyri HIV og AIDS, og læra tey at hugsa seg um. Hóast viðgerðarhættirnir nú eru betri, og at farið verður undir nýggja viðgerð um eitt ella tvey ár, so er vandin fyri at verða smittaður als ikki av. - Vit skulu ikki ræða tey ungu, ella krevja at tey skulu halda seg frá kynsligum sambandi, men vit skulu læra tey at vera umhugsin, sigur Jens Ole Nielsen. Anne Graumann, kunningarstjóri í danska AIDS-grunninum, sigur, at hennara uppgáva er at upplýsa um støðuna í heiminum sum heild, og harvið avmarka sjúkuna, so væl sum til ber í Danmark. - AIDS-grunnurin hevur 12 ár á baki, og vit hava víst, at tað ber til at skipa upplýsingarvirksemið soleiðis, at tað avmarkar sjúkuna. - Endamálið við AIDS-grunninum er at samla pening, sum lutfalsliga verður latin til gransking og til at hjálpa sjúklingunum og avvarðandi teirra. Hesin grunnur byrjaði í smáum, men árini vit hava verið virkin, eru 125 mió. krónur latnar til gransking og peningaliga hjálp. Peningurin er fingin til vega við gávum, og við at skipa fyri tiltøkum, har kend fólk í Danmark hava luttikið ókeypis, sigur Anna Graumann. Rottur á loftinum Rottuoyðingarstevnan á Hotel Hafnia endaði við at luttakararnir sungu tjóðsangin Savalimmiunut Tikilluarit Við vitjanini hjá grønlendska landsstýrisformanninum eiga vit at seta út í kortið av nýggjum samvinnu millum Føroyar og Grønland, sum røkkur inn í nýggju øldina. Í gjár kom nýggi grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt á almenna vitjan í Føroyum. Við er eisini konan Kristjana Motzfeldt. Savalimmiunut Tikilluarit - Vælkomin til Føroya - tit bæði og tey, sum eru í tykkara fylki. TAÐ er altíð hugaligt at fáa frægar gestir á vitjan. Men einki er sum at bjóða nøkrum av okkara bestu og næstu grannum hjartaliga vælkomnum. Hetta skulu tit vita, at grønlendingar eru altíð vælkomnir til Føroya. SAMVINNAN millum londini bæði byggir á drúgvar traditiónir bæði vinnuligar og mentanarligar. At tað júst í hesum tíðum koma út bøkur um føroyingar í vinnu í Grønlandi sigur so heldur ikki so lítið um, hvat vit hava at takka grønlendingum fyri, tá tað snýr seg um at troyta teirra fiskigrunnar. SÍÐANI virksemið í Føroyingahavnini datt niðurfyri og einki útlit var fyri at menna hetta av nýggjum hevur tað kanska verið so sum so við vinnuliga samstarvinum. Spurningurin er um ikki føroyingar og grønlendingar aftur kunnu taka saman hendur og vera við til at menna vinnuna í Norðuratlantshavi. Nú vit fara inn í eina nýggja øld - og tað eisini við einum nýggjum grønlendskum leiðara, sum eisini hevur drúgvar royndir frá fortíðini - er tað spurningurin, um vit ikki áttu at sett út í kortið av nýggjum - vinnunuliga, handilsliga, mentanarliga og menniskjansliga. Nú er tað so lætt at brúka orð sum samvinna og samstarv. Uttan ítøkiligt innihald eru tað bara innantóm og einkisigandi orð. Hetta mugu vit til at gera nakað við. Vit mugu til at geva hesum orðum kjøt og blóð - vit føroyingar og tit grønlendingar - til felags ágóða. SUM smátjóðir - men kortini við nøkrum av heimsins ríkastu økjum - hava vit so nógv til felags. Vit hava nógv at geva hvør øðrum og vit hava nógv at læra hvør av øðrum. Okkara lutur sum smátjóðir, ið vilja verja mál, mentan og sereyðkenni fyri ikki at tosa um náttúruna og umhvørvi annars, er at hittast oftari til at tosa um viðurskiftini. Bert við einum framhaldandi dialogi ber til at gera orð til veruleika. Tvs. at fremja í verki tað, ið vit øll so fegin síggja fram til. JONATHAN MOTZFELDT kennir føroyingar væl, tí hann hevur verið landsstýrisformaður áður. Hetta er so hansara fyrsta vitjan sum nýggjur formaður, og vit síggja fram til, at hann fer at halda fram við tí politikki, sum undanmaður hansara, Lars Emil Johansen rak mótvegis grannalondum sínum. Tað er altíð hugaligt og forvitnisligt at fáa vitjan úr Grønlandi. Hóast vit eru so ymisk, so hava til til felags at vera smátjóðir, ið vilja verja og hjúkla um sín identite. Latið okkum ikki bert tosa um vinnuligt samstarv - latið okkum ikki minst taka útgangsstøði í tí menniskjansliga og umhvørvinum. Tað er hetta, sum skapar fortreytina fyri øllum øðrum, nettup hetta at vit eru serstøk fólk við egnari mentan, máli og livihátti. Væl skulu vit samskifta við umheimin, men latið okkum eisini hjúkla um tað, sum veruliga er okkara. Hjartaliga vælkomin til Føroya. Veðrið Veðrið í dag: Hvassur vindur ella skrið av landsynningi og suðri og stundum regn. Eisini támut veður ella mjørki. Hitin millum 8 og 13 stig. Veðrið mikudagin: Hvassur vindur ella skrið av suðri og landsynningi og stundum regn, men eitt sindur klárari í veðrinum. Hitin millum 8 og 12 stig. Veðrið hósdagin, fríggjadagin og leygardagin: Hvassur vindur ella skrið av landsynningi, sum frálíður meira eystligur og minkandi. Stundum regn og hitin millum 8 og 12 stig. Í gjár: Eitt hátrýst stendur mestsum í stað yvir Skandinaviu, meðan djúp lágtrýst teir komandi dagarnar fara frá Atlantshavinum norðureftir móti Suðurlandinum. Í dag: Lýggj luft vil framvegis reka móti Førøyum av suðri og landsynningi og meginpartin av tíðini verður hvassur vindur. Mikudagur 19. november 1997 Oljulóggáva á tingborð Løgmaður skuldi eftir ætlan leggja uppskotið til oljulóg fram á tingi í gjár. Gongst sum ætlað verður 1. viðgerð fríggjdagin. Eftir ætlanini skuldi Edmund Joensen, løgmaður leggja uppskotið til eina kolvetnislóg - oljulóg - fyri tingið í gjár. Í skrivandi løtu vita vit ikki, um framløga var á tingfundinum í gjár, men hon var so á skránni. Jógvan I. Olsen, tingformaður segði við Sosialin fyrrapartin í gjár, at ætlanin var at fáa oljulóggávuna við í framløguna. Tað skulu so ganga tríggir dagar, til hon kemur til 1. viðgerð. -Eg ætli so at seta hana á skránna til tingfundin fríggjadagin sigur tingformaðurin, sum leggur aftrat, at tað verður einki annað mál á skránni sama dag sum oljulóggávan er fyri. Jógvan I. Olsen roknar ikki við at teir brúka meira enn henda eina dagin til viðgerðina, nú alt forarbeiðið er so væl úr hondum greitt. Eftir 1.viðgerð fer málið helst í Vinnunevndini ella møguliga eina víðkaða Vinnunevnd, har tað so skal vera í ein mánað. Møguleiki er fyri at fáa málið aftur fyri tingið og samtykt fyri jól. Arbeitt verður annars við at gera uppskot til skattalóg og treytir og reglur í sambandi við 1. útbjóðingarumfar. Fólk á Oljufyrisitingini og í Oljuráðleggingarnevndini arbeiða við hesum. Soleiðis sum Sosialurin skilur tað, er einki til hindurs fyri at hava hetta tilfarið klárt fyrst í komandi ári. Síðani skal tað leggjast fyri tingið og har hava eina politiska viðgerð. Meðan tíðarætlanin fyri oljulóg og 1. útbjóðing tykist at fara at halda so nøkunlunda, so spøkir enn eitt mál. Talan er um ósemjuna um markið. Her liggur tað so í kortunum, at ein ella onnur avkláring skal koma í seinasta lagi hálvan januar. Men eftir øllum at døma stendur í botni í samráðingunum. Tað sær ikki mætari út, enn at báðir partar nú liggja og bíða eftir hvørjum øðrum. Bretar halda seg hava spælt væl út á fundinum seinasta summar, meðan føroyingar eftir øllum at døma ikki halda, at bretska útspælið er nóg mikið til, at glið kann koma á málið. Sambart løgmanni í Sosialinum í gjár, so liggur avgerðin nú í hondunum á bretum. Søla og undirhald í Vági alt vikuskiftið Alt hetta vikuskiftið verður stór stevna í VB-høllini. Hetta er ein sølustevna við øllum møguligum, heilt frá bilum til blomstur. Men tað er eisini nógv undirhald á skránni Tað er Vágs Bóltfelag sum skipar fyri stevnuni, sum byrjar í annaðkvøld og endar sunnukvøldið. Seinast VB skipaði fyri sølustevnu var í 1991, men síðani hevur tíðin líkasum ikki eggjað til tey stóru handilstiltøkini. Men nú eru útlitini eitt sindur ljósari aftur, og tí hava tey hildið tað verið ráðiligt at fara undir eitt so stórt tiltak aftur - fyri fyrstu ferð í seks ár. Og tað tykist sum um um hetta bjartskygni eisini hevur breitt seg til handilsfyritøkurnar kring landið, tí Julius Vest, sum er ein av fyrireikarunum fyri VB, sigur, at tað gekk heilt væl at fáa fylt handilsbásarnar. Tilsamans eru 17 handlar kring alt landið eru við á stevnuni. Men harumframt hevur VB tríggjar básar, har tey fara at selja kaffi, smurt breyð, kakur o.a. Og á onkrum øðrum bási verður 21 spæl og onkur onnur spøl til børnini. Av teimum 17 handlunum eru átta úr Suðuroynni. allir hinir eru norðaneftir. Og vøruúrvalið er stórt. Á stevnuni er alt líka frá bilum og eykalutum, til skógvar og blomstur. Eitt fyllfíggjað yvirlit yvir handlarnar á framsýningini er prentað aðrastaðni í blaðnum. Tað kostar 40 krónur hjá vaksnum at koma á stevnu. Børn í skúlaaldri betala 20 krónur fyri at sleppa inn. Børn undir skúlaaldri sleppa inn fyri onki, men tey skulu fylgjast við foreldrunum. Álvari og gaman Men stevnan er ikki bara ein sølustevna. Tí tað er nógv annað á skránni eisini, báði til undirhalds og gaman. Stevnudyrnar verða lætnar upp í annaðkvøld klokkan 17.30. Fólk fáa ein hálvan tíma at hyggja, áðrenn Jógvan Krosslá, býráðsformaður setir stevnuna klokkan 18. Táið stevnan verður sett, fer kirkjukórið Ljómur at syngja. Ein av sangunum verður nýggi Vágssangurin, sum Niels Petur Nolsøe hevur yrkt og Pauli Hansen gjørt lag til. Hóskvøldið letur stevnan aftur klokkan 22. Fríggjadagin letur stevnan upp klokkan 17.30, og letur aftur klokkan 22.00. Leygardagin er opið ímillum 14 og 20 og sunnudagin frá kl. 14-21. Sunnukvøldið klokkan 21 fer Heri Joensen, prestur at enda stevnuna. Stevnan í Vági er ein jólasølustevna og ætlanin er at pynta høllina og at fáa ein jólaligan dám yvir stevnuni. M.a. hava tey keypt 15 jólatrøð, sum verða sett upp ymsastaðni. Tað fyrsta longu á hólminum mitt á vatninum á veg vestur í høllina. Og børn fara ganga í nissuhúgvu. Gamal hugni Tað fer at seta ein heilt serligan dám yvir stevnuna at tey fara at gera eina køk í gomlum sniði, har nakrar konur fara at sita og spinna, karða og binda. Eina gamla stovu fara tey eisini at gera, har nakrar konur fara at sita við stovuborðið og binda og baldýra. Ætlanin er eisini at seta upp eitt umhvørvi, ið skal vera eitt gamalt hoyggjhús við eini kvørn inni í, og har fara eini fimm fólk at sita og arbeiða við hornum og ymsum øðrum. Jólamaðurin Nøkur afturvendandi tiltøk eru á stevnuni til undirhalds. Hvønn dag fer jólamaðurin at ganga runt, umleið ein tíma hvørja ferð, og hann fer at bjóða børnunum karamellur. Jólamaðurin kemur á vitjan hóskvøldið klokkan 20, fríggjakvøldið klokkan 18, leygardagin klokkan 16 og sunnudagin klokkan 16. Mótasýningar Fleiri mótasýningar eru eisini á skránni. Tann fyrsta verður fríggjakvøldið klokkan 19. Mótasýning verður eisini leygardagin, báði klokkan 15 og klokkan 17, og sunnudagin klokkan 16 og klokkan 18. Tey klæðini, sum verða víst fram, eru báði til ung og eldri. Handlarnir, sum fara at vísa klæðir fram eru All-Inter Sport í Klaksvík, Shop In og Chic á Glyvrum, Esmar Simonsen á Kambsdali, sum selur arbeiðsklæðir og skógvahandilin hjá Solveig Ripley í Vági. Tvær dansiframsýningar og jólakort Á stevnuni verða tvær dansiframsýningar og báðu ferðina er tað dansifelagið "Dansið við^3, sum fer at vísa fram ymsan útlendskan dans. Fyrra dansiframsýningin verður fríggjakvøldið klokkan 20.30, og seinna framsýningin verður sunnudagin klokkan 17. Á stevnuni fer Rógvi Johansen eisini at taka myndir til jólakort. Tað fer hann at gera fríggjadagin frá kl. 18 til 20, leygardagin frá kl. 16 - 18 og sunnudagin frá kl. 15-17. seks konsertir Á stevnuni verða ikki færri enn seks konsertir av ymsum slag. Fyrsta konsertin verður, sum nevnt tá ið Ljómur fer at syngja, tá ið stevnan verður sett klokkan 18 hósdagin. Leygardagin verða tríggjar konsertir: Regin Jacobsen fer at spæla uppá harmoniku klokkan 16 og klokkan 19. Og klokkan 18 fer klaksvíkingurin, Hanus Johansen at syngja. Sunnudagin verða tvær konsertir. Hanus Johansen fer at syngja klokkan 15 og klokkan 20.30 fer musikkskúlaorkestrið at spæla. Dansur bæði kvøldini Báði fríggjakvøldið og leygarkvøldið verður dansur í VB-húsinum. Fríggjakvøldið fer eitt orkestur úr Vági at spæla tónleik fyri teimum ungu. Leygarkvøldið verður fyrst veitsla fyri teimum, sum vísa fram á stevnuni og hjálparfólkum, men aftaná verður almennur dansur, har Bergur Jacobsens dansiorkestur fer at spæla. Aldursmarkið er 18 ár. Fleiri vinningar Ætlanin er eisini at hava fleiri lutakast ímillum tey keyptu atgongumerkini á stevnuni. Hvørt kvøld verða fimm vinningar drignir. Sunnukvøldið verður eisini drigið um høvuðsvinningin, sum er eitt stereoútgerð frá Elektronikkbúðini. Allir vinningarnir skulu avgreiðast, so liggja vinningar eftir frá kvøldunum fyri, sum ikki eru heintaðir, verður eisini drigið um teir sunnukvøldið. Fyri at eggja luttakarunum á stevnuni til at gera burturúyr básunum, fylgir ein atkvøðuseðil við hvørjum atgongumerki, har fólk kunnu atkvøða um vakrasta básin. Vakrasti básurin fær 3.000 krónur, nummar tvey fær 1.500 krónur og nummar trý fær 1.000 krónur. Julius Vest sigur, at arbeitt hevur verið við hesari framsýningini síðani í september mánaða, men serliga hesin síðsti mánaðin hevur verið strævin. ­ Men tað hjálpir so ómetaliga væl, táið tað ongantíð stendur á at fáa fólk at taka eitt tak. Hann sigur, at tilsamans hava eini 60 fólk verið uppií fyrireikingunum. SvF fær nýggjan leiklut Frá at hava verið einasta sjónvarpstilboð til føroyingar, skal SvF nú finna nýggjan leiklut, sum ein av teimum mongu sjónvarpsrásunum, føroyingar brúka, verður sagt í nýggjari stevnu fyri SvF, Øravíkarskjalinum Øravíkarskjalið er heitið á nýggjari programmpolitiskari stevnu fyri Sjónvarp Føroya. Tað eru sjónvarpsnevndin og leiðslan í SvF, sum í felag hava orðað eina stevnu, sum skal stuðla undir einum miðvísum programmpolitikki í føroyska sjónvarpinum. Stevnan er viðgjørd á fundum á Viðareiði, í Havn og í Øravík í tíðarskeiðinum frá november 1996 til november 1997, og leygardagin settu limirnir í sjónvarpsnevndini og leiðslan í SvF sínar undirskriftir undir orðingarnar í stevnuni. Og í Øravíkarskjalinum, sum uttan iva fer at liggja til grund fyri mongum kjakið í framtíðini, verður staðfest, at føroyska sjónvarpið skal hava nýggjan leiklut. Frá at hava verið einasta sjónvarpstilboð til føroyingar, skal SvF nú finna ein nýggjan leiklut sum ein av mongu sjónvarpsrásunum, føroyingar brúka. Málið hjá SvF fer framyvir at verða, at tað skal verða tann rásin, sum føroyingar velja sær fram um allar hinar. SvF skal verða meginrásin, og so kunnu føroyingar velja sær aðrar rásir til at supplera SvF við. Og fyri at røkka hesum málið, er ein grundstevna fyri SvF orðað, og hon sigur, at Sjónvarp Føroya skal gera og senda so nógv og gott føroyskt tilfar sum tilber, og soleiðis virka fyri, at allir føroyingar gerast betur førir fyri at liva, virka og trívast í føroyska samfelagnum, og at taka støðu til og ávirka tað á ein fólkaræðisligan hátt. Somuleiðis skal Sjónvarp Føroya sum gluggi virka fyri, at føroyska tjóðin gerst betur før fyri at skilja heimssamfelagið og at liva í og saman við tí. Hesa uppgávu skal SvF røkja eftir ynski og tørvi hjá øllum føroyingum, men programmpolitiskt óheft av politiskum og fíggjarligum seráhugamálum! Javnvág millum undirhald og upplýsing Í Øravíkarskjalinum verður ein neyv og ítøkilig programmpolitisk stevna løgd, og nomið verður við nógv øki. Staðfest verður, at SvF er almenna føroyska sjónvarpsstøðin, og er at meta sum ogn hjá øllum landsins hyggjarum. Hon virkar í almennari tænastu eftir teimum meginreglum, sum vanliga verða samanfataðar í hugtakinum public service. Hetta áleggur SvF at tryggja, at sjónvarpstilfarið í sínum innihaldi er óheft av fíggjarligum og politiskum seráhugamálum, at tað er fjølbroytt og margfalt, og at tað er viðkomandi, álítandi og sakligt, tá talan er um tíðindi og upplýsing annars. SvF skal veita hyggjarunum atgongd til týðandi upplýsing og orðaskifti um øll avgerandi samfelagsviðurskifti, skal venda sær til nógva avmarkaðar áhugabólkar eins væl og til ein størri hyggjaraskara, og tað skal geva hyggjaranum gott innlit í og uppliving av føroyskari mentan og list. Lagdur verður eisini dentur á, at SvF skal hava høga góðsku, bæði tá talan er um upplýsing og undirhald. Í nýggju stevnuni verður sagt, at SvF skal hava passandi javnvág millum upplýsing og undirhald, breiðar og smalar sendingar, føroyskt og útlendskt tilfar, og tilfar úr býi og bygd. Lívið og virksermi á bygd eigur at verða viðgjørt í sama álvara, sum tá talan er um høvuðsstaðin og onnur størri pláss í landinum, og SvF skal bera so í bandi, at fólkið í útjaðaranum er við í samfelagskjakinum á jøvnum føti við tey í meginøkinum. Mest demokratiska sjónvarpið íheiminum Í Øravíkarskjalinum verður sagt, at SvF helst er ført fyri sjálvt at fíggja programmpolitisku strembanina eina tíð afturat, um ongar forðingar verða framdar móti rættinum hjá støðini at vinna inntøkur. Men av tí at føroyski marknaðurin er so avmarkaður, og av tí at tað sum heild er eins dýrt at gera sjónvarpssendingar í einum lítlum landi sum í einum stórum, kann tað gerast neyðugt at myndugleikarnir sum frá líður taka spurningin um almenna fígging upp aftur til viðgerðar. Øravíkarskjalið leggur eisini upp til, at SvF kann gerast til ta mest demokratisku sjónvarpsstøðina í heiminum. Hetta skal gerast gjøgnum public-access, tað vil siga at hyggjararnir fáa atgongd til SvF og framleiðslu av sendingum. Hetta skal SvF eftir førimuni eggja fólki til, og møguliga kann fígging uttan fyri SvF fáast til at gera eitt tílíkt forum til veruleika. SvF skal eisini miða eftir, at allar sendingar eru antin føroyskar ella føroyskaðar, og tað verður ikki hildið rætt, at SvF fer inn í eina nýggja øld, uttan at sendingar verða týddar og sendar við føroyskari talu og/ella føroyskum teksti. Tí verður næstu árini lagdur dentur á at menna týðingina av útlendskum tilfari. Á síðunum 10 og 11 ber til at lesa Øravíkarskjalið í fullari longd. Motzfeldt vitjaði Skipasmiðjuna Annan dagin, grønlendski landsstýrisformaðurin vitjaði í Føroyum, vitjaði hann millum annað Tórshavnar Skipasmiðju, har Poul Mohr, stjóri, tók í móti og vísti runt Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður í Grønlandi, var á øðrum degnum á vitjan síni fyrst á Tórshavnar Skipasmiðju. Á Skipasmiðjuni tók Poul Mohr, stjóri, í móti og vísti gestunum runt. Sum vera man varð eisini farið inn í byggihøllina, har tann fyrsti av teimum trimum politibátunum, Tórshavnar Skipasmiðja smíðar til nýtslu í Grønlandi, stendur. Tað gongur eftir ætlan við arbeiðinum upp á bátarnar. Tann fyrsti báturin er so at siga uppkomin. Poul Mohr sigur, at hesin báturin skal latast Rigspolitichefen í Keypmannahavn tann 15. apríl komandi ár. Og tað ætlar Skipasmiðjan at klára. Eftir vitjanina á Tórshavnar Skipasmiðju varð farið niðan á Oljufyrisitingina, sum liggur beint oman fyri vegin. Haðani varð farið til Kirkjubíggjar, har bóndahjúnini tóku í móti, og Arne Thorsteinsson greiddi frá teimum søguligu støðunum í bygdini. Meðan Jonathan Motzfeldt vitjaði á Tórshavnar Skipasmiðju og Oljufyrisitingini, var frúan á Búnaðardeplinum í Kollafirði, har Peter Haahr, leiðari, greiddi frá um føroyskt seyðahald og royndirnar við millum øðrum íslendskum neytum í Føroyum. Eftir vitjanina á Búnaðardeplinum fór Kristjana Motzfeldt saman við manninum til Kirkjubíggjar at eta morgunmat í Roykstovuni. Seinnaparturin var settur av til mentunnarvitjanir í Norðurlandahúsinum, Listaskálanum og á Fróðskaparsetrinum. Eisini varð vitjað í Grønlendingahúsinum, áðrenn løgmaður og frúa vóru vertir við døgurða á Hotel Føroyum. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Meira sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin Tað er umráðandi at dagføra Heimastýrislógina alla tíðina, sigur Johnathan Motzfeldt, grønlendskur landsstýrisformaður á almennari vitjan í Føroyum Grønlendingar vilja fegnir hava størri sjálvsavgerðarrætt innan Heimastýrislógina, sigur Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður, sum í hesum døgum er á almennari vitjan í Føroyum. Við hesum sigur hann, at teir millum annað vilja hava størri avirkan á uttanríkispolitikkin. Sum er, er tað sum hjá føroyingum, at danir sita á teimum týdningarmiklu avgerðunum, tá um utanríkispolitikk ræður. Men Jonathan Motzfeldt sigur, at hann hevur tosað við bæði amerikanskar forsetar og varaforsetar, og hann dylur ikki fyri, at tað vil hann framvegis sleppa at gera. Grønlendingar vilja fegnir styrkja sambandið við amerikanska meginlandið, sum er sjálvsagt, tá hugsað verður um, hvar Grønland liggur í mun til Amerika og Europa. Millum annað hevur grønlendska landsstýrið samtykt at seta ein grønlendskan umboðsmann í kanadiskan høvuðsstaðnum Ottawa, segði Jonathan Motzfeldt á tíðindafundi í Tinganesi seinnapartin mánadagin. Hesin umboðsmaður skal sum eina av uppgávum sína hava, at hann skal hjálpa Grønlandi at selja síni ráevni og tey áhugmál, har til hoyra, sigur Jonathan Motzfeldt. Polariseringin Jonathan Motzfeldt, landstýrisformaður, sigur, at hann hevur frætt um polariseringina millum samband og loysing í Føroyum. Men hann hevur ikki kenslu av, at slíkt er í Grønlandi í løtuni, Gott nokk er hann greiður yvir, at tað eisini eru loysingarmenn í Grønlandi, sigur Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður. Men allar broytingar skulu gerast innan Heimastýrið, sigur hann. Ella skarast ríkisfelagsskapurin bara. Men tað vil ikki siga, sigur Johnathan Motzfeldt, at grønlendingar ikki skulu samstarva úteftir aðrastaðni enn til Danmarkar. Hóast grønlendingar standa uttan fyri ES, fara teir eisini í framtíðini at hava samstarv tann vegin, sigur Jonathan Motzfeldt. Tað verið seg innan fiskivinnu, ráevni í undirgrundini ella í umhvørvismálum. Oljusamstarv Tað er týðuligt, at grønlendingar fylgja við, hvussu gongst við oljufepuri føroyinga. Jonathan Motzfeldt segði á tíðindafundinum mánadagin, at hann vónaði inniliga, at føroyingar fóru at finna olju í føroysku undirgrundini. Men samstundis kom hann eisini við eini heilsan til føroyingar, kanska serliga føroyskar myndugleikar, frá Grønlandsfly, har hann minti á, at grønlendska flogfelagið hevur ein tann størsta tyrluflota í Norðuratlantshavi, og at felagið fegið vil sleppa upp í part, tá flutningur skal brúkast til føroysku oljuvinnuna. Upp á spurningin um, hvørt grønlendignar vóru nøgdir við ráevnisavtaluna, teir hava við danir, ella teir heldur vildu hava eina føroyska skipan, segði Jonathan Motzfeldt, landstýrisformaður, at sum er, eru teir nøgdir. Meðan føroyingar hava yvirtikið undirgrundina, hava grønlendingar eina ráevnisavtalu við danir, sum býtir helvt um helvt. Og ta avtaluna hava grønlendingar ongar ætlanir um at gera nakað við beint nú, segði Jonathan Motzfeldt. Men hann segði, at grønlendingar eru í ferð við at flyta ráevnisumsitingina til Grønlands. Semja er um, sigur Jonathan Motzfeldt, at tað skal henda tann 1. juli 1998. Eftir er at samráðast um gjaldið fyri umsitingina. Grønlendingar vilja, sigur Jonathan Motzfeldt, grønlendskur landsstýrisformaður, at tað gjaldið, danir í løtuni gjalda fyri umsitingina av rásevnisskipanini, skal latast Grønlandi sum blokkstuðul. Hesar samráðingarnar eru í gongd í løtuni, og grønlendingar rokna við, sigur Jonathan Motzfeldt, at tað fer at bera til. >>Tað hevur tað altíð gjørt fyrr,<< sigur hann. Men hann leggur dent á, at grønlendingar ikki í løtuni hava í kvittanum at fáa eina slíka skipan sum ta føroysku. Men tað kann vera, at tað kemur seinni, tá partarnir hava tosað meira saman, sigur Jonathan Motzfeldt. Stýriskipannarlógin Grønlendska stýrisskipannarlógin er eitt sindur ørðvísi, enn tann føroyska. Her hjá okkum velur Løgtingið løgmann, sum útnevnir landsstýrismenninar, og harvið verður tað. Hann hevur ikki fyri neyðini at spyrja Løgtingið eftir, um teir kunnu góðkennast. Tann grønlendski landsstýrisformaðurin hevur tað heldur tvørligari, sigur Jonathan Motzfeldt. Tá Landsstingið hevur valt landsstýrisformannin, velur hann sjálvur sínar landsstýrismenn. Men hóast hann hevur valt nakrar landsstýrismenn ein dag, er ikki vist, at teir framvegis eru tað dagin eftir. Tí um Landstingið sýtir fyri at góðtaka teir landsstýrismenn, sum landsstýrisformaðurin hevur valt, sleppa teir ikki at virka. Jonathan Motzfeldt sigur, at hann við áhuga hevur merkt sær tað føroysku skipanina, og ein slíkur rættur, sum føroyski løgmaðurin hevur, hevði altíð verið góður at havt, sigur hann. Blokstuðulin Summir føroyskir politikkarar hava sera góðan hug at kapitalisera blokstuðulin, vit fáa frá Danmark. Onkur vil hava hann útgoldnan einaferð, og so mugu vit sjálv klára okkum restina av okkara tíð. Onkur annar er meira raffineraður og vil hava hann útgoldnan í býti fyri skuld. Og so harvið. Jonathan Motzfeldt sigur, at tá tosað verður um grønlendska ríkisstuðulin, verður samráðst um ávís, fastløgd mál, hvørt sær. Og tað er eingin, hvørki í landsstýri ella Landstingi, sum ynskir at broyta hesa skipan, sigur Jonathan Motzfeldt. Hann heldur, at tað altíð fer at vera ein tørvur á blokstuðuli til Grønlands, sigur Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður. Vitjaði Løgtingið Eftir, at tíðindafundurin í Tinganesi var liðugur, fór Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður, við fylgi niðan í Løgtingið, har formansskapurin við Jógvani Ingvardi Olsen, løgtingsformanni, á odda tók ímóti. Jógvan Ingvard Olsen, løgtingsformaður helt røðu fyri gestunum, har hann greiddi frá søgu Løgtingsins. Hann segði eisini frá um sjálvt Løgtingshúsið og nakað um søgu tess. Síðan tosaði Jógvan Ingvard Olsen, løgtingsformaður, um tann týdning, Grønland hevur havt fyri Føroyar og føroyingar, tá meginparturin av føroyingum fiskaði undir Grønlandi og vann sær sína úrtøku haðani. Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður takkaði fyri blíðskapin og heilsuna frá løgtingsformanninum. Hann segði, at hann sum smádrongur í suðurgrønlendskari bygd mintist, tá føroysku skipini plagdu at sigla framvið. Tá sótu smádreingirnir og tosaðu um, at hatta vóru føroyingar, sum vóru komnir langvegis frá. Og hann mintist eina gamla konu, segði Jonathan Motzfeldt, sum helt tað vera so synd í føroyingum, sum ongan fisk áttu sjálvir og tí noyddust at ferðast so langt til at veiða sær til lívsins uppihald. Jonathan Motzfeldt handaði Jógvani Ingvardi Olsen eina steinstandmynd sum gávu til Løgtingið frá grønlendingum. Næstan helvtin av liðnum býr í Havn Í ár eru vónirnar at blíva hangandi í bestu deildini. Komandi ár eru vónirnar at fáa ein útlendskan venjara ­ Vit hava góðar spælarar, men vánaligar umstøður. Hetta er støðan hjá hondbóltinum í Vági í løtuni. Kirsten Ludvig, formaður í hondbóltsdeildini, sigur, at hondbólturin í Vági hevur verið í einum aldudali, men er nú partvís á veg uppeftir aftur. Men tíverri er manshondbólturin heilt dottin niðurfyri, og tað røkist onki fyri, at hann kemur fyri seg aftur enn, sigur hon. Hinvegin er kvinnuliðið hjá VB komið uppaftur í bestu deildina, eftir at tað rykti niður í fyrrárið og spældi í 2. deild í fjør. Tað er einasta vaksnamannalið, VB hevur nú. Annars hevur VB lið í øllum teimum yngru deildunum. Tilsamans hevur VB níggju lið í landskappingini, seks lið í gentu/kvinnudeildini og trý drongjalið. ­ Tíverri er hondbóltuin hjá monnum og drongjum dottin heilt niðurfyri. ­ Fótbóltskappingin blívur longri og longri, og strævnari og strævnari og í eini bygd sum í Vági eru tað somu drongir og menn, sum eru uppií báðu. Tí verða teir noyddir at velja, og í Vági er fótbólturin raðfestur fremri enn hondbólturin. Men spell heldur Kirsten Ludvig tað vera, tí liðið var gott, tað tíð tað var. Á veg uppaftur Annars heldur Kirsten Ludvig, at kvinnuhondbólturin er á veg uppeftir aftur. ­ Besta kvinnuliðið fór niður í aðru deild í fyrrárið men flutti uppaftur í fjør. ­ Tíverri hevur ikki gingið so væl. Tær hava tapt tríggjar dystir og bara vunnið ein. Tað tykist ikki, sum um tær eru nóg væl fyri at spæla í fyrstu deild. ­ Vónirnar eru avgjørt at blíva verandi í fyrstu deild í ár. Og næsta ár eru vóninrar heilt avgjørt at fáa útlendskan venjara til Vágs. ­ Kvinnuhondbólturin í Vági hevur mangan staðið í fremstu røð. Ikki minst táið vit høvdu útlendskan venjara. Kirsten Ludvig sigur, at hetta er avgjørt ikki fyri at klikkja niður á tey, sum hava vant seinastu árini. ­ Teir hava verið góðir venjarar. Men at verða venjari krevur so nógv í dag, at tað letur seg ikki gera rættiliga leingi hjá fólki, sum hava fult starv, og kanska meir afturat, umframt venjarastarvið. ­ Tey, sum hava verið, hava gjørt tað av berari vælvild. Tey hava ikki gjørt tað, tí tey hava havt tíð og hug til tað. Men tí tey hava kent seg noydd til tað. Og tað er mark fyri, hvussu leingi tú kanst trýsta fólk til eitt arbeiði, tey ikki hava tíð til. Tí tá troyttast tú skjótt. ­Úrslitið er, at seinastu árini hevur hondbólturin bara yvirliva. Ætlanin var, at fáa útlendskan venjara í ár, men tey fingu ongan. Hon heldur, at tey vóru ov sein á sjóvarfallinum. Hon heldur, at útlitini eru betri fyri at fáa ein útlendskan venjara, heldur enn at fáa ein føroyskan. ­ Skulu vit hava føroyskan venjara, skal hann flyta suður. Og tað vísir seg at vera ómetaliga trupult, tí Suðuroyggin er so langt burtur og ferðasambandið vánaligt og farleiðin ring. Góðar spælarar Annars heldur Kirsten Ludvig, at fáa tey útlendskan venjara, hevur hon góðar vónir fyri hondbóltinum. ­ Vit hava eitt sera gott lið deildini fyri gentur 16 ár, og tær hava staðið seg væl í kappingini upp ígjøgnum øll árini. Tær hava m.a. vunnið silvur tvær ferðir. Tað einu ferðina vóru tær seks mál frá gullinum. Tríggjar av teimum eru eisini við á U 16 landsliðshópinum, sum hondbóltssambandið tíbetur er farið undir aftur nú. So tað ganga góðir spælarar til reiðar at taka yvir tá ið tær "gomlu sleppa^3. Men tað er ikki bara at hava góðar spælarar. Ein annar stórur trupulleiki er at fáa genturnar at støðast í oynni, tá ið tær verða vaksnar. Og tað kann vísa seg at verða trupult. Kirsten Ludvig vísir á, at á 1. deildarliðnum býr næstan helvtin, einir 4-5 spælarar, í Havn. ­ Tær eru bara saman við hinum spælarunum um vikuskiftini, og onkuntíð, táið tað annars liggur fyri. Hon sigur, at undir slíkum umstøðum eru fortreytirnar avgjørt ikki tær bestu. Yvirhøvur krevur hondbólturin nógv meiri av okkum í Suðuroynni enn aðrastaðni, tí kappingin er um veturin, og tá er veðrið mangan ringt at ferðast um suðuroyarfjørð, sigur Kirsten Ludvig. So táið hugsað verður um umstøðurnar, er tað heilt ótrúligt, at undirtøkan er so fræg, sum hon er, sigur Kirsten Ludvig. Tórshavn Open verður um vikuskiftið Badminton: Seinasta freist at melda seg til badmintonkappingina Tórshavn Open er í dag Komandi vikuskifti skipar Badmintonsamband Føroya fyri stórari opnari kapping í Havn, kallað "Tórshavn Open '97". Hendan kappingin var eisini á skránni í fjør, og tá var luttøkan sera stór, og fyrireikararnir vænta enn størri luttøku hesaferð. Kappingin er skipað sum einstaklingakapping, og kappast verður í 10 bólkum. Hesir bólkarnir eru: Gentur undir 10 ár Dreingir undir 10 ár Gentur 10-12 ár Dreingir 10-12 ár Gentur 12-14 ár Dreingir 12-14 ár Gentur 14-16 ár Dreingir 14-16 ár Unglingar Seniorar Børnini upp til 14 ár kappast sunnudagin kl. 13, meðan tey eldru kappast leygardagin, tá kappingin byrjar kl. 11. Tey, ið gerast nr. 1 og 2, fáa steyp til ognar, harumframt dystast tey vaksnu um ferðasteyp eisini. Tilmeldingarlistar liggja hjá feløgunum, og seinasta freist at tekna seg til kappingina er í dag. Kappingin er ókeypis. Teir vitja Liverpool Fótbóltur: Tomislav Sivic, venjari hjá B36, og Jákup í Stórustovu, umboðsmaður fyri Nordplayer, vitja í hesum døgum enska stórfelagið Liverpool Tomislav Sivic, venjari hjá B36, og Jákup í Stórustovu, umboðsmaður fyri Nordplayer, vitja í hesum døgum enska felagið Liverpool. Teir skulu fylgja venjingini í stórfelagnum og annars verða til tveir dystir. Tann fyrri var í Coca-Cola Cup í gjárkvøldið. Tað er enska felagið, sum hevur boðið teimum báðum til at vitja í felagnum. Teir báðir hittu umboðsmenn fyri enska felagið í Parkini í summar, tá Liverpool spældi móti Brøndby, og síðani hava teir tosað saman. Vitjanin í Liverpool varðar fram til sunnudagin. Neistin ætlar at gera alt fyri at vinna Hondbóltur: -Vit fara at gera alt fyri at vinna á Kyndil, sigur Inga Danberg, topskjútti og liðførari hjá Neistanum Spælararnir, sum manna kvinnuliðið hjá Neistanum, kenna alt til avgerandi dystir, og eingin hevur sum tær, dugað at fingið sum mest burtur úr tættum og hørðum dystum, og tað siga hagtølini eisini greitt. Seinastu fýra árini hevur Kyndil vunnið FM-heitið hjá kvinnum, og hóast liðið hevur mist onkrar spælarar til kappingina í ár, hava tær vunnið allar dystirnar higartil og eru fremst í deildini. Í kvøld sleppur bláa meistaraliðið fyri fyrstu ferð í ár at royna seg móti grannunum í Kyndli, sum eru betri fyri enn í nógv ár. Og tað er ein uppgáva, sum Neistaspælararnir taka í fullum álvara. - Vit fara ongantíð á vøllin og siga, at hetta er bara ein dystur vit skulu hava lidnan. Tað ber ikki til, um tú skalt verða við í toppinum. Og tá vit nú skulu spæla móti Kyndli, ætla vit at gera júst tað, sum vit altíð gera: geva okkum fult út fyri at vinna, sigur Inga Danberg, toppskjútti og liðførari á Neistaliðnum. - Kyndil hevur eitt gott lið, og har eru nógvir góðir spælarar, og eg ivist ikki í, at tær fara at vera við í toppinum, men í kvøld ætla vit at gera alt fyri at vinna á teimum. Trý lið helst kappast um gullið Kyndil gjørdi ein vørr í landskappingini í fjør, men óstøðugu avrikini hjá liðnum gjørdu, at tær ikki bara mistu møguleikan fyri gulli, tær mistu eisini silvurmerkini til StÍF. - Nú er tað so tíðliga í kappingini enn, og tí er ilt at meta um hvør fer at verða í toppinum, tá kappingin er av, men fari eg ikki heilt skeiv, vildi eg mett, at Neistin, Kyndil og StÍF fara at kappast um gullið í ár. - Niðaru liðini gerast uttan iva betur sum kappingini líður, og tí kunnu tey eisini fara at gera um seg. Vit eru so tíðliga í kappingini, og tí letur tað seg væl gera, at okkurt av teimum liðunum tekur seg upp eftir stigatalvuni, heldur Inga Danberg. Men í løtuni er kappingin býtt upp í tvey. Í botninum liggja Stjørnan, VB og GÍ við tveimum stigum, og í hinum endanum liggja Neistin og StíF við átta stigum og Kyndil við seks stigum. Og í kvøld skal Neistin royna at fáa fyrimunin fram um bæði StÍF og Kyndil. Og tað kunnu tær bara gera við at vinna dystin móti Kyndli í kvøld. Ger tær tað, eru tær tvey stig frammanfyri StÍF og fýra frammanfyri Kyndil. Vinnur Kyndil, liggja øll trý liðini jøvn við átta stigum. Kyndlaspælari: >>Trýstið liggur á okkum<< Hondbóltur: - Vit skulu venja okkum við at síggja blátt uttan at gerast bangnar, sigur Jórun Ludvig hjá Kyndli undan toppdystinum móti Neistanum í kvøld Í kvøld verður veruligur toppdystur í hondbóltskappingini hjá kvinnum. Tað er ikki bara tað, at spælt verður um ræðið í høvuðsstaðnum, eitt pláss á ovastu rók í landskappingini er eisini uppá spæl. Í løtuni liggur Neistin fremst, StÍF hevur eins nógv stig, og tvey stig aftanfyri liggur Kyndil, sum nú kann vísa, at tær hoyra heima heilt har frammi. - Trýstið liggur á okkum til dystin í kvøld, tí vit eru tvey stig aftanfyri Neistan, og tí mugu vit vinna, skal Neistin ikki fara ov langt frá okkum beinanvegin, sigur Jórun Ludvig, sum er ein av spælarunum á Kyndlaliðnum. Men vanliga er tað alt annað enn ein løtt uppgáva hjá Kyndli at vinna á Neistanum. Tað hendir sjáldan, og tað hevur so ført við sær, at Neistin hevur fingið yvirtakið í tí psykologiska spælinum eisini. - Vit skulu venja okkum við at síggja blátt uttan at gerast bangnar. Vanliga vinnur Neistin á okkum, tað eigur næstan bara at verða soleiðis, men nú ætla vit at broyting skal koma í. Vit fara á vøllin í kvøld fyri at vinna, sigur Jórun Ludvig avgjørd. Kunnu vinna spælt vit upp til okkara besta Og tað eru mong, sum meta, at Kyndil fyri fyrstu ferð í nógv ár, hevur veruligan møguleika at koppa Neistanum, ikki bara í dystinum í kvøld, men eisini í stríðnum um gullið. - Jú, vit hava helst eitt betri lið í ár, enn vit hava havt leingi, og vit hava gjørt nógv við venjingina. Vit byrjaðu tíðliga, vóru í Íslandi á venjingarferð, og hava annars gjørt nógv við tað. Vit eiga at hava ein møguleika móti Neistanum í kvøld, sigur Jórun Ludvig. - Men eg eri ikki samd við teimum, sum siga, at Neistaliðið er viknað nógv í ár, tí tær hava framvegis nógvar frálíka góðar og royndar spælarar, og tí er liðið framvegis líka sterkt, sum tað plagar at vera. Verjuspælið verið gott Eru tað veikleikar á Neistaliðnum, sum tit ætla at útnytta? - Tað dugi eg ikki at meta um, men eg haldi, at spæla vit upp til okkara besta, so átti tað at verið nóg mikið til at vinna dystin. Og hvat er serliga styrkin hjá tykkum? - Í dystinum, sum vit hava spælt higartil, hevur verjuspælið verið gott, og tað hevur verið grundarlagið undir okkara sigrum. Vit hava eisini rímuliga góða skotstyrki úti frá. - Í fyrsta dystinum, sum var móti StÍF, riggaði verjuspælið hjá okkum ikki serliga væl, og vit taptu eisini tann dystin. Síðani tá hevur gingið nógv betur og vit hava eisini vunnið hvørjaferð síðani. Í fjør var Kyndil við í toppinum, men óstøðug avrik foraðu fyri, at liðið veruliga kundi gera seg galdandi. - Skulu vit koma longur fram, enn vit vóru í fjør, so er tað neyðugt, at vit eru meiri støðugar. Higartil hevur tað gingið væl við tí, men í kvøld sleppa vit veruliga at royna okkum, sigur Jórun Ludvig. Dysturin millum Kyndil og Neistan verður í ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld klokkan 18.30. Elkjær vil hava føroyingar at keypa sær TVS Ítróttur: - Til tey sum hava áhuga í ítrótti, er einki betur tilboð enn TVS, sigur Preben Elkjær, sum heldur, at hansara ítróttarrás er illa viðfarin í donsku pressuni Nú kunnu eisini føroyingar keypa sær atgongd til donsku ítróttarrásina TVS. Danska rásin fór undir sínar sendingar 14. mars í ár, og fyrstu tíðina var tað ókeypis at hyggja at rásini. Frá 1. oktober varð rásin kodað, og nú er neyðugt við serligum korti, skalt tú síggja nakað av teimum 60 tímunum av ítrótti, sum rásin sendir hvørja viku. Gjørligt hevur ikki verið at keypt hesi kortini í Føroyum, men nú hevur danska rásin skipa soleiðis fyri, at allir føroyingar kunnu keypa sær kort. Tað kunnu teir gera við at venda sær til radiohandlarnar í landinum. - Tey sum hava áhuga í ítrótti, fáa onga aðrastaðni nakað so gott tilboð, sum frá okkum, sigur stjórin á TVS, tiltikni fótbóltsspælarin Preben Elkjær, við Ítróttarsosialin. - Vit bjóða alskyns slag av ítrótti, alt frá fótbólti og boksing til golf og ríðikappingar. Vit senda sjálvandi mest av tí, sum flestu fólkini vilja hava, men tað er eitt sindur til øll, sigur hann. Nógvur danskur fótbóltur Danska ítróttarrásin hevur rættindi at senda frá donskum fótbólti, og tað er nakað, sum teir gera nógv við. - Vit senda hvørt fríggjakvøld og hvønn sunnudag ein dyst úr Superliguni beinleiðis. Tað gevur átta dystir um mánaðin, og tá tú hugsar um, at tað kostar 99 krónur um mánaðin at hava TVS, so er tað ikki meiri enn 10 krónur fyri hvønn dyst, og tað er ikki dýrt, heldur Elkjær. Í donskum fótbólti spæla fleiri føroyskir spælarar, og allir hava verið á sæð á TVS higartil. Í FCK er Todi Jónsson, í Herfølge Jákup Mikkelsen og í Esbjerg er Jan Allan Müller, og tey sum fylgja við avrikunum hjá hesum spælarum, hava møguleika at síggja dystir, har teir eru við, beinleiðis á TVS. - Umframt tann danska fótbóltin senda vit sjálvandi nógvan útlendskan fótbólt, og vit senda millum annað úr Skotlandi, Spania, Englandi og Hollandi. Okkara aðalmál er at senda ítrótt beinleiðis. Skalt tú veruliga fáa gleði av eini ítróttarhending, skalt tú síggja hana beinleiðis, og tí snýr stórur partur av okkara senditíð seg um beinleiðis ítróttarsendingar. TVS er besta tilboðið Umframt fótbóltin, sum fer við fittum parti av senditíðini, sendir TVS nógvan annan ítrótt. Teir senda frá stóru boksidystunum, og longu nú sunnunáttina fara teir at senda beinleiðis frá Atlantic City, har George Foreman og Shannon Briggs fara at dystast. TVS sendir eisini toppdystir innan hondbólt, kurvabólt, flogbólt, badminton, tennis, golf og motorítrótt. Úrvalið er breitt, og umframt nógva beinleiðis ítróttin, eru eisini kjaksendingar og portrettsendingar av kendum ítróttarfólkum á skránni. - Vit hava mest modernaðu sjónvarpsrásina í Europa, og sum ítróttarrás trúgvi eg neyvan, at tú fært eitt betri tilboð nakra aðrastaðni. Vit eru við til allar tær stóru hendingarnar, og vit senda eisini nógvan ítrótt, har danir eru við, bæði fótbólt, hondbólt og badminton, sigur Preben Elkjær. 70 fólk arbeiða á TVS rásini, sum Tele Danmark, TV2, DR og DBU í felag eiga, og millum frásøgumenninar eru nakrir av teimum best kendu í Danmark, millum annað Svend Gehrs og Flemming Toft. Illa viðfarnir av pressuni Danska pressan er ikki farin væl við nýggju donsku ítróttarrásini, og hvørja viku eru greinar, sum ikki eru serliga positivar, at lesa í donsku bløðunum. So seint sum í gjár hevði Jyllandsposturin grein um, at TVS hevur stórt undirskot - Sjálvandi hava vit undirskot. Vit hava latið fólk sæð rásina ókeypis í nærum eitt hálvt ár, og eru júst farnir at taka pengar fyri rásina. Tí sigur tað seg sjálvt, at vit í løtuni hava eitt undirskot, sigur Preben Elkjær við Ítróttarsosialin. Tipsblaðið, sum hevur verið ein av mest kritisku donsku fjølmiðlunum, tá tað snýr seg um TVS, skrivaði fríggjadagin um vanlukkulig hyggjaratølini hjá TVS, sum teir málbóru seg. Teir søgdu, at hyggjaratølini eru so smá, at tey kunnu ikki málast, og at higartil hava bert 2500 fólk keypt sær atgongd til rásina. Tað er 1 ella 2 prosent av tí, sum er neyðugt, skal rásin bera seg. - Tølini, sum Tipsblaðið kemur við, eru fullkomiliga skeiv, og sum heild er talan um, at danska pressan fer illa við okkum. Líka síðani vit byrjaðu hava vit fingið ómetaliga ringa viðferð frá donsku pressuni, og tað irriterist eg nógv inn á. - Sjálvt um øll siga at rásin er góð, at sendingar eru góðar og úrvalið breitt, finnast tey alíkavæl at okkum. Kanska kemst tað av, at skrivandi pressan metir okkum verða ein kappingarneyta, og tí fer hon illa við okkum, heldur Preben Elkjær. Men er lív lagða TVS?- Tað veit eg ikki. Tað má tíðin fara at vísa, men eg kann ið hvussu er siga, at hevur tú áhuga í ítrótti, so er okkara rás tann besta. Eru hyggjaratølini ikki nóg stór? - Danska pressan sammetir okkum allatíðina við DR og TV2, men tað kunnu teir ikki gera. Fyri tað fyrsta eru tær rásirnar ókeypis, og fyri tað næsta venda vit okkum bara til fólk, sum hava áhuga fyri ítrótti, og tí sigur tað seg sjávlt, at færri fólk hyggja at okkara sendingum, enn teimum hjá DR og TV2, sigur Preben Elkjær. Løgmaður sær fegin at Nyrup kemur til Føroya Edmund Joensen, løgmaður sær fegin, at danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen kemur til Føroya ongantíð ov skjótt, men í hvussu so er í sambandi við, at Heimastýrislógin verður 50 ár 1. apríl næsta ár Tá Norðurlandaráðsfundur varð í Finlandi herfyri ynksti danski forsætisráðharrin at hitta umboð fyri Føroyar. Á samkomuni varð tosað um mangt og hvat. Hann tosaði um tann neyðuga dialogin, um at báðir partar eru ærligir yvir fyri hvørjum øðrum - "om at have gensidig respekt. Í hesum sambandi tók løgmaður fult undir við Nyrup og segði seg vilja vera við til at rudda slóð fyri tí so neyðuga dialoginum millum bæði londini í ríkinum. Tað var í hesum sambandi, at løgmaður beyð Nyrup at koma til Føroya. Hann hevur annars eina standandi innbjóðing frá fyrr av. -Eg vildi fegin sæð Nyrup í Føroyum sum skjótast. Fyri mær skuldi hann verið vælkomin til Føroya longu í næstu viku sigur Edmund Joensen. Hann vísir annars á, at liggur tað ikki fyri hjá Nyrup at koma til Føroya nú í næstum, so hevði tað verið eitt gott høvi hjá honum at vitjað í Føroyum rundan um tann 1. apríl næsta ár, tá Heimastýrislógin fyllir 50 ár. Ráðstevna Talan er annars um at skipa fyri eini ráðstevnu, tá Heimastýrislógin hevur føðingardag og í hesum sambandi sær løgmaður fegin, at serfrøðingar oo. fara at halda fyrilestrar um hetta tíðarskeiðið. Har tað verður greitt frá, hvussu henda skipanin hevur roynst uppá gott og ilt. Løgmaður sær fram til hesa ráðstevnu, har hann fegin sær serfrøðingar oa. fara at greiða frá, hvussu Heimastýrislógin hevur hilnast okkum føroyingum og koma við sínum boðum uppá framtíðina, tvs. um og hvussu lógin kann endurskoðast. -Í mínum hugaheimi kundi hetta høvið verður eitt gott útgangsstøði at bygt upp eitt uppbyggjandi og gevandi orðaskifti, har allar hugsar meiningar og metingar koma fram. Edmund Joensen heldur, at nógv av tí, sum kemur fram í tí dagliga politiska orðaskiftinum um hesar spurningar, byggir á flosklar og tí sær hann fram til eina ráðstevnu, har spurningarnir eisini verða viðgjørdir av serfrøðingum og fólki, sum ikki endiliga nýtast at hava nakað politiskt sikti við tí, sum verður ført fram. Hann vil heldur hava veruleikan fram, hvør hann so enn er. Nyrup góður fyri føroyingar Uppá fyrispurning um tað ber til at fáa ein dialog við danska forsætisráðharran, tá hugsað verður um bankakreppuna og alt, sum kom í kjalarvørrinum á henni sigur løgmaður, at hann hevur stórt álit á danska forsætisráðharranum. -Føroyingar eiga ein góðan forsætisráðharra í Poul Nyrup Rasmussen. Nú hava vit brúk fyri einum ærligum dialogi, sum kann loysa upp fyri teimum tingum, sum eru komin skeivt fyri. Edmund Joensen sigur, at tað, sum hevur koyrt tingini føst, er kravið um ymsar kanningar, sum bara skjóta málini út. Heldur áttu tey at verið tikin fram politiskt og avgreitt sum so. Við hesum sipar løgmaður til, at tað einasta rætta hevði verið, at danir tóku til eftirtektar, at bankamál hoyra undir danska lóggávu, og átti staturin tí eisini at tikið sær ábyrgdina av bankamálinum. Hann heldur fyri, at vit føroyingar áttu tí ongantíð at skrivað undir nakað sum helst í Danmark, sum hevði við sær, at rokningin fyri bankabjarging fór til føroyingar. -Hetta er ein prinsippsak við festi í Heimastýrislógini. Vit áttu at farið til danska systemið við eini politiskari sak og fingið hana loysta. Tað skuldi ikki havt verið neyðugt við nakrari kanningarnevnd. Vit hava eina Heimastýrislóg og heldur tú teg ikki til hana sum eitt nú í hesum málinum, so kann alt vera tað sama. At tosa um eina nýggja lóg, tá tú ikki megnar at fylla tí verandi út, er eftir mínum tykki burturvið. Uttan mun til hvørja støðu teir ymsu flokkarnir í Føroyum hava til allar hesar spurningar, so heldur løgmaður tað vera rætt, at danski forsætisráðharrin kemur til Føroya at taka uppaftur dialogin millum báðar ríkispartarnar. Fyrsta íløgan í fimm ár hjá kommununi í Vági Á fíggjarætlanini hjá Vágs kommunu komnandi ár er onki, sum tekur nakran á bóli. Tó sleppur kommunan undir sína fyrstu íløgu í fimm ár. Mánakvøldið samtykti Vágs Býráð fíggjarætlanina fyri komandi ár. Men synd er at siga, at har eru stórvegis broytingar hendar frá árunum frammanundan. Kommunan sleppur ikki at hækka útreiðslurnar - men hon hevur so heldur ikki skert tær. Úrslitið er, at tað fer at leypa góðar 800.000 av komandi ár. Men tað yvirskotið fer at til at betala skuldina niður við. Tilsamans verður roknað við, at kommunan fer at fáa einar 21,3 miljónir inn í skatti komandi ár. Tað er eitt sindur meiri enn í fjør, umleið 1,2 miljón. Men lítið leypir av onnur tiltøk, enn til tær lógarbundnu útreiðslurnar. Skattaprosentið komandi ár verður tað sama, sum í ár, 23%. Men nú fer tað eina prosentið ikki longur í kommunala veðhaldsgrunnin, men beint í kommunukassan. Jógvan Krosslá sigur, at nú er tað góða hent, at kommunan ikki longur hevur brúk fyri láni úr veðhaldsgrunninum. Tilsamans skyldar Vágs Kommuna yvir 80 miljónir. Tað eru millum tríggjar og fýra álíkningar. Tó vil Býráðsformaðurin, Jógvan Krosslá siga, at teir hava tamarhald á støðuni, og hendir onki óvæntað bakkast, fer tað at ganga, umenn útlit eru ikki til at lækka skattaprosentið. Jógvan Krosslá sigur, at gjøgnumgangandi er væl frægari við arbeiði í Vági nú, enn tað hevur verið. Kommunan fer komandi ár at betala 4,5 miljónir í rentu og 3,8 í avdráttum. Í fjør betalti kommunan 5,3 miljónir í rentu og 2,8 í avdráttum. Fyrsta íløgan í fimm ár Men eru útreiðslurnar ikki broyttar, fer kommunan nú undir sína fyrstu íløgu í fimm ár. Men ikki kann sigast ,at lagt verður harðliga út, tí íløgan er uppá 500.000 krónur. Men einans 500.000 krónur íløgum í fimm ár gevur eina nokk so góða mynd av, hvussu illa kommunan hevur verið fyri. Landsstýrið hevur góðkent íløguna. Peningurin skal brúkast til vatnveitingina og til kloakk. Peningurin skal m.a. brúkast til eitt reinsiverk til eina kloakk, sum rennur á sjógv. Eingin vinnurekandi grunnur er í Føroyum Hóast tað eru hópin av grunnum í Føroyum, so er eingin vinnurekandi og undir eftirliti í Skráseting Føroya Tað er ógreitt, hvussu "vinnurekandi^3 skal skiljast, tá tað snýr seg um grunnar í Føroyum. Eingin vinnurekandi grunnur er skrásettur í Føroyum, heldur ikki Føroyagrunnurin, sum felagið ið tók yvir P/F Kjølbro í Klaksvík, fyri nógvum árum s íðan. Á Skráseting Føroya verður sagt, at hvørja ferð ein grunnur verður skrásettur hjá teimum, so senda tey skriv til Erhvervs- og Selskabsstyrelsen, sum er undir Vinnumálaráðnum í Danmark. Ein undantaksregla er galdandi, sum sigur, at um grunnurin er gjørdur eftir avtalu millum tvey lond, so skal hann ikki skrásetast sum vinnurekandi grunnur, sum verður skrásettir fyri seg, undir eftirliti av danska Fíggjareftirlitinum. Steen Ryd Larsen, skrivstovustjóri í Forsætismálaráðnum, vil ikki gera viðmerkingar til málið um Framtaksgrunnin. Hann váttar, at grunnurin nú er undir Búskaparmálaráðnum, av tí at Fíggjareftirlitið er flutt hagar, og at grunurin er fluttur við. Í Danmark er tó eingin freist fyri, nær málið um grunnin skal verða liðugt viðgjørt, men um danir og føroyingar kunnu semjast um at konvertera peningin, so skal tað viðgerast í fíggarnevndini í Fólkatinginum. Hóast danir eisini arbeiða við at gera fíggjarlóg, so hava teir ikki eina freist fyri, at áseta upphæddina til Framtaksgrunnin á fíggjarlógina, men kunnu hava ein játtan til at taka. Málið endar kortini á fígggjarlógina hjá Fólkatinginum, eins og danska tingið eisini skal góðtaka at Framtaksgrunnurin í Føroyum umleggur lánspening til eginogn. Danir góðtaka ikki treytirnar hjá tinginum Fíggjarnevndin hevur fingið skriv frá Búskaparmálaráðnum í Danmark, har víst verður til treytina, sum fimm tingmenn settu fram um at siga nevndarlimir í starvi, at hetta ikki er í samsvar við andan í grunnskipanini Eftir ætlan skuldi 3. viðgerð av málinum um Framtaksgrunnin vera í tinginum fyrrapartin í gjár, men tað varð av ongum. Suni Jacobsen, formaður í fíggjarnevndini, sigur orsøkina vera at málið skal kannast enn einaferð. Trupullekin er, at tingið setir sum treyt, at viðtøkurnar skulu broytast, fyri at ganga við til at konvertera lánspening til eginogn. Tann, sum kann broyta viðtøkurnar eru bert løgmaður og forsætisráðharrin - Tað merkir, at tær treytir sum vit seta í tinginum, skulu verða gjøgnumførligar, sigur Suni Jacobsen. Eftir hvat skilst, so eru tað danir, sum hava lagt seg út í málið. Teir vilja ikki góðtaka treytirnar hjá tinginum. - Vit hava fingið skriv frá Búskaparmálaráðnum í Danmark, har sagt verður, at tann treytin, sum fimm tingmenn settu fram, um at siga nevdarlimir úr starvi, ikki er í samsvar við andan í grunnaskipanini. - Vit ynsktu eisini at fáa Framtaksgrunnin skrásettan í Føroyum, og at Fíggjareftirlitið og Landsgrannskoðanin skulu fáa innlit, sum teir biða um. - Búskaparmálaráðið vísir til, at vit ikki kunnu fáa bæði, sigur Suni Jacobsen. Hann visir til, at um grunnurin er skrásettur í Føroyum, er hann undir lógini um vinnurekandi grunnar. So er lógin um vinnurekandi grunnar galdandi, og Skráseting Føroya hevur eftirlitið. - Um so er, so kunnu vit ikki samstundis siga, at Fíggjareftirlitið og Landsgrannskoðanin skal hava eftirlitið, sigur Suni Jacobsen. Hann hevur tí tikið málið av skránni, fyri enn einaferð at kanna viðurkiftini. Málið skal verða avgreitt áðrenn 21. november. Eitt sjúkt spæl Postal er eitt keðiligt spæl og ein óhugnalig uppliving. Einasta nýggja er óhugnaliga ljóðið Stríðið millum ilt og gott gongur aftur í flestu telduspølum, og fleiri av teimum eru heldur ógvuslig. Oftast ræður um at myrða og oyða alt rundan um seg. Men tá spølini eisini eru rættiliga óverulig, og sum regul fyriganga á einum fjarum og ókendum galaksa ella einaferð inni í framtíðini, og tá tað jú eisini altíð eru tey óndu, sum skulu hartast, ja, so taka vit tey fyri tað, tey eru, nevniliga undirhald, spæl til stuttleika. Tað eru kanska enntá nøkur av okkum, ið samstundis fáa luft fyri innistongdari øði. Men tað finnast eisini spøl, sum ongatíð gerast stuttlig ­ uttan mun til hvussu góð tey annars eru. Tað er sum eingin hevur varnast, at spølini skulu vera til fyri at undirhalda. Postal er eitt av teimum. Frá veruleikanum Postal er eitt fyrsta persóns skjótispæl, har alt sæst á skrá omanífrá. Spælið hevur fingið navn eftir einum postboði, ið gjørdist óður og skjeyt fleiri av starvsfeløgum sínum. Sjálvt spælið er keðiligt allan vegin ígjøgnum, men afturfyri stak óhugnaligt. Keðiligt, tí banarnir ikki broytast munandi, og óhugnaligt, tí tað byggir á veruligar hendingar og hevur eina óhugnaligt veruleikanæra ljóðsíðu. Tey neyðardýr ein skjýtur, ringja seg saman leingi og bløða sum óðir tarvar. Tey vena seg og rópa um hjálp, so tað næstan er ótolandi. Tað einasta ein kann gera, er at geva teimum eitt nakkaskot. Tástani gevast tey. Psykotiskt spæl Spælið snýr seg um, at ein eins og sálarliga sjúki og psykopatiski Postal sníkir seg runt í ymsum umhvørvum og skjýtur løgreglumenn og øll onnur, ið koma fyri. Eisini gomul, kvinnur og børn. Rakar ein ein sivilan, fær ein ikki minusstig. 16 banar eru í alt, og tað er stórt sæð tað sama, ið hendir í teimum øllum. Har eru eingi eykavápn ella aðrir snildleikar í spælinum. Bert tey vápn, ein byrjar við. Grafiskt er Postal ein blanding av vánaligum 3D figurum og vøkrum tvey-dimensionalum bakgrundsmyndum. Myndirnar eru hondmálaðar og pastellíkar, vakrar, men heilt uttan interaktivitet. Loysir ein av eina salvu móti einum bili ella einum bygningi, hendur snøgt sagt einki. Til ber at goyma seg aftan eitt húsahorn ella aftanfyri ein bil, men ilt er at síggja, nær ein er goymdur og nær ein kann skjóta. Eitt sjúkt spæl Postal er sum spæl ein miðal uppliving, hvørs einasta nýggja er tann alt ov veruleikanæri hátturin, offrini doyggja uppá. Tað er eitt óhugnaligt spæl, sum í hvussu er ikki er fyri børn og onnur vanlig menniskju, og ein kann næstan ikki annað enn harmast um, at fólk forvinna pening upp á slíkt. Postal kann spælast um modem ella um net við upp til 15 onnur. Tað er eitt Windows 95 spæl og krevur minst ein 90 MHz Pentium PC. Skattajagstran á Sjórænaraoynni Sjórænaraoyggin er eitt danskt spæl-og-lær spæl, har børnini skulu loysa uppgávur fyri at finna skattin Skattajagstran gerst ongantíð keðilig fyri tey minstu, og heldur ikki spælframleiðararnir tykjast at troyttast av hesum. Sjórænaraoyggin er nýggjasta boðið upp á eina interaktiva skattajagsran fyribørn frá 3 til 10 ár. Spælið er danskt og ment av fyritøkuni Homesoft. Og hetta er eitt rímiliga gott boð, sum serliga tey minstu fara at dáma. Uppgávurnar hóska væl til evnið, og Sonja Sjóránari, Svein Sjómaður og Brúni Klistureyga saman við hinum stuttligu sjórænarunum gevur rætta stemningin við stuttligum og ónærisligum viðmerkingum. Tað er við skálkabrosi, og børnini fáa rós ella verða hartað gjøgnum spælið. Fyri lítil og størri Spælið fer fram á oynni hjá Svartskeggja, kapteyni. Sonja Sjóránari greiðir frá CD^1ini so øll kunnu vera við. Áðrenn byrjað verður skal veljast, um ein ynskir at loysa uppgávur við litum og figurum ella við tølum og bókstavum. So er gjørt klárt fyri teimum áðrenn og eftir fyrsta ella øðrum flokki. Ikki so býtt. Síðani skulu børnini velja, um tey skulu á skattajagstran ella bert skulu loysa uppgávurnar. Munurin er lítil kortini. Velja tey skattajagstran, skulu allar uppgávurnar loysast fyri at vinna. Tá ein uppgáva er loyst, fáa tey eitt petti av kortinum hjá kapteyninum. Tá allir stumparnir eru savnaðir, skulu tey loysa eina uppgávu, sum leiðir beint til skattin. Men eins einføld brúkaraflatan er, eins einfaldur er grafikkurin. Her finst ikki tað stóra sprellið í figurunum ella dýpd og smálutir í bakgrundsgrafikkinum. Uppgávurnar virka tó, og tað er tað týdningarmesta. Tøl og figurar Átta ymsar uppgávur eru á Sjórænaraoynni, fýra fyri hvønn barnabólk. Har er ein sníkgongd við høvuðrokning fyri tey størru og >>giti-spæl<< fyri tey yngru. Á strondini er eitt klassiskt minnisspæl við antin bókstavum ella figurum. Á einum mekaniskum klaveri ber til at eftirlíkna pettir av tónleiki. Og í einum stigaspæli ræður um at savna bókstavir og aftaná stava navnið á sjórænaraskipinum. Ein lítil CD Hetta er ein yvirkomilig CD, bæði hvat viðvíkur prísi og innihaldi. Uppgávurnar eru ymiskar og passaliga truplar fyri báðar aldursbólkarnar, men alt ov skjótt er at loysa tær. Tað tekur minni enn ein tíma fyri ein sjey-ára gamlan at loysa uppgávurnar og finna skattin. Gaman í eru tað trý ymisk trupulleikastig, men munurin á teimum er illur at fáa eyga á. Hinvegin er tað jú ikki so galið við einum spæli, tað ber til at finna útav, og sum kann vendast aftur til og fáa eina stuttliga løtu umaftur og umaftur. Fakta Sjórænaraoyggin er eitt Windows spæl. Skal kunna koyra á einum 486 DX2 við 8 MB ram og fyllir 23 MB á harðdiskinum. Veðrið Veðrið í dag: Upp í hvassan vind ella skrið av suðri og landsynningi og fyrst regn ella ælingur, men út á dagin klárar møguliga í. Hitin millum 8 og 12 stig. Veðrið hósdagin og fríggjadagin: Hvassur vindur ella skrið av landsynningi, fríggjadagin minkar hann vindin nakað. Stundum regn ella ælingur, men av og á møguleiki fyri, at tað klárar í. Hitin millum 8 og 12 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av suðri, seinni minkar hann vindin nakað. Sólglottar, men okkurt æli og hitin millum 7 og 10 stig. Í gjár: Eitt hátrýst stendur mestsum í stað yvir Skandinaviu, meðan djúp lágtrýst teir komandi dagarnar vilja ferðast frá Atlantshavinum móti Suðurlandinum. Í dag: Lýggj luft vil framvegis reka móti Føroyum av suðri og landsynningi og tað nógva av tíðini við nógvum vindi. Men í vikuskiftinum verður støðugari veður. Mentunnarkafé í Klaksvík Í morgin letur ein sokallað mentunnarkafé upp í Klaksvík. Hetta verður í hølum Klaksvíkar Húsmøðrafelags í Bøgøtu 3. Opið verður frá klokkan 20.oo á kvøldi, verður sagt í tíðindaskrivi í samband við, at kaféein letur upp. Og talan verður um mentan í orðsins sanna týdningi, verður sagt. Bæði føroyska og útlendska mentan. Fólk fáa her møguleika at síggja hoyra og smakka ymiskt, úr mongum ymsum londum. Annars verður talan um tiltøk við tónleiki, upplestri og sangi. Tað fer at kosta 30 krónur at sleppa inn. Men so fæst eisini ein kaffi- ella temunnur og okkurt at bítaí afturvið. Tann, sum vil hava okkurt annað afturat, kann keypa hetta. Sagt verður í tíðindaskrivi frá stigtakarunum, at um onkur er, sum hevur hugskot til skrá til kaféina, taka tey fegin í móti. Hugskot kunnu sendast til: Mentunnar- kaféina Ælabogan v/ Vigdis Svendgård Postsmoga 246 700 Klaksvík Tlf. / fax 5 78 06 Heiðursgávur til mentafólk Í skrivi frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum í Tinganesi til Listafólkasamband Føroya, sigur Landsstýrið frá, at á fíggjarlógini fyri 1998 verða játtaðar kr. 500.000 til heiðursgávur til mentafólk. Landsstýrismaðurin í mentamalum hevur avgjørt, at tey fólk, 13 í tali, sum fyrr hava fingið játtaðar kr. 20.000 árliga, framvegis skulu fáa hesar pengar. Eftir eru so 240.000 krónur av samlaðu játtanini. Hendan upphædd skal brúkast til at heiðra trý virkin mentafólk. Hesi skulu vera fólk, sum við avrikum sínum virka við til at ríka føroyska mentan við skaldskapi, myndlist, leiklist ella tónlist. Sagt verður frá, at ein nevnd við fimm limum verður sett, sum skal lata landsstýrismanninum tilmæli í nummarrøð, hvørji fólk skulu fá hesa heiðursgávu. Landsstýrið heitir á Listafólkasambandið um at velja fýra limir í hesa nevnd. Og so er landsstýrismaðurin so umhyggin, at hann viðmerkir, at javnstøðunevndin eigur at haldast, soleiðis at í nevndini sita tveir menn og tvær kvinnur. Landsstýrismaðurin velur sjálvur fimta limin, sum verður formaður, beinleiðis, verður sagt í brævinum, Undirvísingar- og Mentamálastýrið í Tinganesi hevur sent Listafólkasambandi Føroya. Hósdagur 20. november 1997 Hyggjarin skal eiga ein størri part í SvF ­ Sjónvarp Føroya hevur sett sær stór mál fyri framtíðini. Men tey eru avgjørt ikki so stór, at tað ikki ber til at seta tey í verk. Men so skal sjónvarpið hava einar 30 miljónir at arbeiða fyri um árið, og tað er tvær ferðir so nógv, sum nú Hyggjarin skal ikki longur bara sita heima í stovuni og hyggja at. Hann skal sjálvur vera við í sendingunum. Sjónvarpið skal senda meiri av bygd, tað skal senda fleiri føroyskar sendingar og fleiri sendingar til børn og ung. Sjónvarpið skal hava eftirlit og tala at, og tað skal skemta og undirhalda..... Sjónvarp Føroya hevur sett sær stór mál fyri framtíðini. Hóast sjónvarpið nú er 14 ára gamalt, hevur tað ongatíð havt greið mál at stevna eftir. Ikki fyrrenn nú. Tí leygarkvøldið undirskrivaði sjónvarpsnevndin og leiðslan í sjónvarpinum undir eina programm-politiska stevnu fyri sjónvarpið. Tað er nú næstan hálvtannað ár síðani, at farið varð undir at arbeiða við hesi programm - politiska stevnuni, sum framyvir fer at verða kend undir heitinum "Øravíkarskjalið^3, tí tað var á gistingarhúsinum í Øravík, at hon varð undirskrivað. Sjálvt skjalið er skrivað á trimum vikuskiftisfundum hetta seinasta árið, einum á Viðareiði, einum í Havn, og tí seinasta í Øravík seinasta vikuskiftið Í skjalinum, eru tey mál skrivað upp, sum sjónvarpið skal stevna fram ímóti komandi árini. Sosialurin heldur hetta skjal hava so stóran týdning fyri hvønn einasta føroying, at vit prentaðu tað í fullum líki í blaðnum í gjár. Hava trilvað seg fram ­ Tað, at sjónvarpið ikki hevur havt eitt greitt mál at halda seg til, hevur gjørt, at kósin kanska ikki hevur verið so miðvís, sigur Johan Petersen, formaður í sjónvarpsnevndini. ­ Leiðslan hevur verið noydd at trilvað seg fram uttan at vita, hvør vegurin er tann rætti og uttan at hava nakað at halda seg til, antin sjónvarpið nú skal leggja á handa bógvin, ella á hin. ­ Tí hevur stórur saknur verið í Øravíkarkjalinum. ­­ Nú hevur leiðslan í sjónvarpinum eitt ítøkiligt endamál at halda seg til, tá ið framtíðin hjá sjónvarpinum skal leggjast til rættis, sigur formaðurin í sjónvarpsnevndini. Fer at kosta 30 mió. Og tað skerst ikki burtur, at tað eru stór mál, sjónvarpið hevur sett sær. Johan Petersen sigur, at tann tíðin er farin, táið føroyingurin hugdi eftir sjónvarpinum, tí einki annað var. Nú er parabol í hvørjum húsi. ­ Sjónvarið er ikki longur eindarsjónvarp okkara. Tí er neyðugt at menna tað og styrkja tað, so tað ístaðin verður meginsjónvarp okkara. ­ Tvs, at hyggjarin í Føroyum skal náttúrliga hava hug til fyrst at tendra fyri SvF. Ta sjónvarpstíðina, sum so er til avlops, kann hann brúka uppá aðrar rásir. Í høvuðsheitum kann sigast, at sjónvarpið skal senda fleiri føroyskar sendingar. Sum mest skal verða á føroyskum, ella við føroyskum teksti. Fleiri sendingar skulu vera til børn og ung. Hyggjarin skal í størri mun taka lut í sendingum. Sendast skal meiri av bygd. Sjónvarpið skal upplýsa, verða mentanarboðberi, undirhalda og verða á varðhaldi, borað og avdúka valdsmisnýtslu. Johan Petersen heldur ikki, at talan eru um so stór mál, at tað ikki letur seg gera at seta tey í verk. ­ Tað verður hvørki í ár ella næsta ár. Men um nøkur ár ivist eg ikki í, at tað ber til at hava rokkið flestu av málunum, sigur formaðurin í sjónvarpsnevndini. Hann sigur, at hvørki nevnd, ella sjónvarpsleiðsla hava viljað sett áramál á. ­ Tað veldst um so mangt. ­ Tekniska menningin kann føra við sær, at málini verða broytt. Og ikki minst veldst alt um, hvussu nógvar pengar, sjónvarpið fer at arbeiða fyri. ­ Sum er hevur SvF eina fíggjarætlan uppá 16 miljónir. Vit halda, at skal tað bera til at hava eitt líkinda, føroyskt sjónvarp, skal SvF hava 30 miljónir at arbeiða fyri um árið. Á lønarlistanum hjá SvF standa ímillum 40 og 50 fólk. Men nevndin og leiðslan í sjónvarpinum leggja stóran dent á, at talan skal verða um eina náttúrliga menning. ­ Vit ætla ikki at trýsta eina menning ígjøgnum, sum fer at hevna seg aftur í dygdini Hvussu skal alt hetta fíggjast? ­Sjónvarpið er farið av fíggjarlógini. Tvs, at tað skal fíggja raksturin sjálvt. Johan Petersen heldur ikki, at tað er heilt hol í høvdið at roknað við, at sjónvarpið fer at megna at fíggjað seg sjálvt. ­ Sjónvarpið hevur fingið loyvi at skipa fyri spæli. ­ Og tað er í grundini bara hugflogið, sum setir mark fyri, hvussu stóra inntøku, SvF kann útvega sær av spæli, lýsingum, sponsoravtalum og øðrum. Men hinvegin verður ásannað í Øravíkarskjalinum, at føroyski marknaðurin er avmarkaður, so sum frálíður kann tað verða neyðugt hjá tí almenna at umhugsa at seta SvF aftur á fíggjarlógina av mentanarpolitiskum ávum. Formaðurin í sjónvarpsnevndini sigur at verður tað eitt politiskt krav, at SvF sendir meiri mentanarligt tilfar, enn tað hevur ráð til við eginfígging, er tað neyðugt at taka spurningin um almenna fígging uppaftur Johan Petersen, sigur, at SvF fær fitt av pengum burturúr Gekki. ­ Men tekniska útgerðin hjá sjónvarpinum er so illa farin nú, at fyribils inntøkurnar av Gekki fara ikki at síggjast aftur í fleiri sendingum. Tær fara allar til bráðneyðuga endurnýgging av útgerð. ­ At blíva við við gomlu útgerðini loysir seg ikki, tí teknikkurin verður betri og betri, og bíligari og bíligari. ­ T.d. kann nevnast, at tað fáast fleiri nýggjar bandmaskinur fyri tað sama, sum tað kann kosta at gera eina av teimum gomlu ístand. Men ert tú ikki bangin fyri at taka fíggjarliga grundarlagið undan øðrum feløgum, ítróttarfeløgum, bygdarfeløgum, hjálparfeløgum, um Svf skal fíggja tað mesta av sínum virksemi við spæli? ­ Nei tað eri eg ikki. At spæla er sjálvboðið. Og fólk velja sjálvi um tey vilja spæla Gekk í SvF, ella bingo í einum bygdarfelag. Hyggjarin skal við Johan Petersen sigur, at sjónvarpið skal miðja ímóti at hyggjarin skal taka so stóran lut í sjónvarpinum sum gjørligt. ­ Hyggjarin skal ikki longur bara sita stillur og hyggja. hann skal taka livandi lut í sendingunum. Gekkur er bara eitt lítið dømi um, hvussu tað kann gerast. Men tað eru sjálvandi eisini nógvir aðrir møguleikar. tekniskam menningin ger, at tað verður einfaldari og bíligari at taka upp til sjónvarp. Tí verður lagt upp til, at hyggjarar í størri mun sleppa at royna seg við upptøkutólinum. Soleiðis kann SvF gerast eit tað mest demokratiska sjónvarpið í heiminum. ­ Gongdin í teknikkinum fer eisini at slóðað fyri, at Svf sleppur meiri út á bygdirnar. ­ Ofta hevur verið funnist at Svf, og mangan ikki av órøttum, at tað kemur ikki útum Havnina. ­ Alt politiskt og umsitingarligt vald er í Havn. So Tað er ikki ónatúrligt, at nógv verður sent út Havn. Men gongdin í teknikkinum fer at gera tað nógv lættari at koma út á bygdirnar. Bøta ringu samvitskuna Barna og ungdómssendingarnar hava verið ringa samvitskan hjá øllum trimum sjónvarpsstjórunum, og ikki minst hjá sjónvarpsnevndunum Nú hevur sjónvarpið sett sær sum mál at menna henda partin munandi. Barnasendingarnar skulu spretta úr føroyskum umhvørvið, tær skulu vera á føroyskum, ella tær skulu lagast til føroyskt. Dentur skal eisini leggjast á gott tilfari til føroyskan ungdóm. Johan Petersen sigur, at tá ið henda stevnan var orðað, varð tosað við ymsar hyggjar at greiða fra sínum sjónvarpið. Eisini føroyskur skúlaungdómur hevur verið og fortalt, hví føroyskt sjónvarp er óáhugavert. Tíðir broytast Johan Petersen leggur dent á, at Øravíkarskjalið er ikki eitt endaligt skjal. ­ Tað eru ikki eini boð til sjónvarpið. Tað er skrivað í samstarvið við leiðsluna. Men tíðir broytast og teknikkur broytist. Og skjalið verður væl enduirskoða- eftir tørvni. Tí veruleikin er, at SvF kemur helt ongantíð á mál. Táið hesi málini eru rokkin, eru tað onnur mál at stevna eftir, sigur Johan Petersen. Trýmansleikurin ^3Ísblomstrið^3 í Sjónleikarhúsinum Havnar Sjónleikarfelag hevur gjørt seg út til at sýna áskoðarunum ein áhugaverdan og kenslubornan leik, um eini eldri hjún og royndir teirra at fáa konuni lekidóm. Til tað hava hjúnini sent boð eftir einum gandakalli ella healara, sum tikið verður til nú á døgum Leikurin ^3Ísblomstrið^3, eftir norska leikritahøvundinum Terja Nordby, verður fyrstu ferð framsýndur leygarkvøldið 22. november kl. 19. Eyð Matras er leikstjóri. Leikurin er um eini gomul hjún, sum búgva í Finnmørkini. Konan hevur verið sjúk leingi, men nú er hon vorðin so sálarliga veik, at hon hevur lagt seg í seingina. Sum ein seinasta roynd at fáa konuni lekidóm, sendir maðurin boð eftir einum gandakalli ella healara/náttúrlækna, sum ber orð fyri at kunna lekja fólk fyri alt - frá gikt til bløðrubruna. Hendingarnar í leikinum fara fram í eitt samdøgur, meðan gandakallurin vitjar í heiminum hjá teimum gomlu. Gandakallurin sigur hjúnunum nakrar sannleikar, sum ikki allir fella í eins góða jørð hjá teimum báðum. Sum frálíður trevsar hann samlív teirra upp, og mátan hesi bæði hava livað. Á pallinum eru tríggir leikarar. Tað eru Jytte Joensen, Hilmar Joensen og Karlot H. Jacobsen. Eyð Matras, leikstjóri, vil ikki siga meir um leikin, sum eftir hvat skilst, fær ein óvanligan enda. Leikurin er skrivaður út frá gomlum søgum, sum gamal gandakallur Johan Kaaven skrivaði. Hann búði í Finnmørkini og doyði í 1918. Í Sjónleikarhúsinum hava tey broytt áskoðaraplássini soleiðis, at leikurin fer fram miðskeiðis í rúminum. Av somu orsøk sleppa bert 60 fólk inn. Tí ræður um at umbiða sær atgongumerki í góðari tíð. Leikurin^3Ísblomstrið^3 verður bert sýndur einar 10 - 12 ferðir. Umleið 6. desember verður Leikhúsjól á skránni í Sjónleikarhúsinum. Hetta er fyrsta ferðin hjá Eyð Matras at leikstjórna. Hon er vandur sjónleikari, og hevur spælt fleiri týðandi leiklutir, eitt nú var hon høvuðsleikari í sjónleikinum "Salka Valka^3, eftir Halldór K. Laxsnes, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag framførdi í 1992. Harnæst hevur Eyð Matras verið limur í Grímu eitt skifti, áðrenn hon fór til Danmarkar, har hon búði í eini trý ár. Har arbeiddi Eyð Matras innan sjónleik á ymsum økjum, umframt at hon var limur í einum sjónleikarbólki, mannað av leikarum úr ymsum londum. Í dag býr Eyð Matras í Havn, her hon arbeiðir við sjónleiki. Eisini undirvísir hon í drama á Studentaskúlanum í Hoydølum. Um framtíðarvónirnar sigur nýggi leikstjórin, at hon er ein teirra, sum ikki hevur fastar ætlanir. - Tað hevur verið sera spennandi og áhugavert, men strævið at leikstjórna. Tað krevur eisini, at ein er strangur, um nakað skal spyrjast burturúr, sigur Eyð Matras. Páskaódnin Stuttlig, eitt sindur erotisk, krimikend skaldsøga, ið tó tá til stykkis kemur ikki er ein verulig krimisøga. Vit eru stødd í lýðveldinum Føroyar, í heimsins nalva Tórshavn nøkur ár frammi í tíðini, tá ið býurin knappuliga fyllist við lorti... Jóanes Nielsen hevur skrivað skaldsøgu, sum kom út í gjár Onnur skaldsøga Jóanes Nielsen er nú útkomin, og nevnist hon Páskaódnin. Kápumyndina hevur Marius Jóhannesen gjørt. Mentunnargrunnur Studentafelagsins stuðlaði útgávuni. Jóanes Nielsen f. 5/4 1953, hevur tey síðstu 20 árini ríkað føroyska bókmentaheimin við fimm yrkingasøvnum, einum stuttsøgusavni, einum greinasavni og nú tveimum skaldsøgum. Ebba Hentze hevur týtt tvey yrkingasøvn og fyrru skaldsøguna til danskt. Hann fekk 1984 bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens og hevur tvær reisur verið innstillaður til Norðurlendsku bókmentavirðislønina ávíðkavíst 1987 og 1994. í 1996 avgjørdi Statens Kulturfond at veita Jóanesi stuðul í 3 ár, so nú hevur hann skriva burturav. Bókin sum heild Tað fyrsta, ið rann mær til hugs er ein heldur løgin skaldsøga. Hon víkur í øllum føri rættuliga nógv frá tí eg væntaði, uttan tó at verða vónbrotin. Man hevur kanska í alt ov stóran mun lyndi til at seta fólk í bás. Jóanes verður ofta lýstur sum sosialistiskur samfelagsrevsari. Í veruleikanum rúmast nógv meir í skaldskapi hansara enn hetta, og tað prógvar serliga seinasta yrkingasavnið Kirkjurnar á havsins botni. Hetta er, haldi eg, nakað av tí besta sum er givið út á føroyskum yvirhøvur. Nokk um tað. Eitt afturvendandi evnið í bókini er lortur. Jú, tygum lósu rætt, lortur. Treyðugt so átti hetta kanska ikki at komi óvart á. Vit eru stødd nøkur fá ár í framtíðini. Vit hava fingið aðra ríkisrættarliga støðu við eini Sjálvstýrislóg og oljan sprænir úr undirgrundini. Handlingin gongur fyri seg í heimsins nalva Tórshavn. Býurin er rættuliga nógv broyttur í mun til tað hann er í dag. Í søguni fylgja vit fleiri persónum, ið allir eru rættuliga ymiskir. Søgan er skriva í triðja persóni. Tað er skiftandi sjónarhorn og ymiskar rithøvundaviðmerkingar. Í fyrstuni er torført at halda skil á persónunum, men so líðandi kennur tú øll. Vit hava í grundini ongan høvuðspersón, ið skínur fram um ein annan. Evni bókin viðgerð Søgan byrjar 2. páskadag, har Havnará tók >>hevnd fyri sína vanærisligu lagnu og fylti miðstaðarøki við lorti.<< (p. 9) Hesin sami lortur er, sum áður nevnt, afturvendandi evni í allari bókin, men rithøvundurin tvínur ikki neyðturviligt nakað negativt til lortin, sum so vant er. Lorturin er súmbol á nógv annað enn nakað skitið, ólekkurt. Heldur ikki noyðist lortur ella ræðsla fyri sama hava nakað við tí analu fasuna hjá Freud at gera, treyðugt so er Psykodiddan gott dømi á Freud'sa analkarakter persón. Ein hervilig ódn herjar og havnin verður at kalla lamin av henni. Tað tykist sum jóanes setur onnur ting enn undanfarnu í samband við lortin, ið jú er heilt grundleggjandi, tá ið vit hugsa um lív. T.d. er allýsingin av lívi eitt, ið kann upptaka føði, anda og sum danir nevna tað >>udskille ekskrementer<< Lorturin kann eisini virka sum lívgevari fyri annan vøkstur og lív. Lortur verður nýttur sum tøð. Ódnin er eisini eitt afturvendandi evni. Tað er í grundini út frá ódnini at vit hitta persónarnar. Tað triðja afturvendandi evni er morðið á Gogo. Høvdið á Gogo verður funnið inni í kjallarinum hjá vinmanninum Arthuri Bergh (ein neiligt lýstur persónur, sum Gogo sjálvur og borgarstjórin) Hetta skal løgregluovastin Rikardson uppklára. Tað tykist sum eitt slag av trýeinigheit millum lortin, kloakkinar og morðið á Gogo. Nakrir persónar Vit hitta fyrst Julius og Myrnu, ið ávíðkavíst eru skald og servetrisa. Myrna verður, rættuliga stuttlig, lýst. Hon er vágagella av rang, t.d. stendur (p. 14) >>...Myrna var so æviga nøgd. Um so hitt níggjuhøvdaða djórið úr Jóhannes Opinberingini hevði komið trampandi niðan eftir Áarvegnum og eitt av høvdunum hevði roynt at fanga hana við sínu tungu, hevði hon bara latið staðið til og kanska golvað afturímóti...<< Í endanum av kapittlinum hoyra vit um eina óvanliga pornografiska søgu, ið gongur fyri seg á kirkjuloftinum í kirkjutíð. Hetta skal lesarin tó sjálvur sleppa at uppliva. Tað er eisini brot, sum tað á kirkjuloftinum, sum ger søguna so frálíka. Tað er kenst sum verður tú skriktur úr dvala, tá ið tú lesur brot sum hetta. Aðrir persónar í søguni eru Nikkels, (hetjan í søguni) Stjórin hjá honum og kona hansara >>kloakkmutter.<< Pápi Julius Nikk, helvitispredikanturin Steingrím Kjørvík og Sissal Singer. Sissal er ein av fremstu persónunum í seinna parti av skaldsøguni. Jødaspurningurin Avbera væl dámdi mær brotið um Føroyskt Ísraelskt vinarfelagið, tá ið Sissal setti nøkur fólk upp á pláss. Svarini Sissal kemur við til áhoyrarnar til fundin í Ísraelska/føroyska vinarfelagnum eru ómetaliga góð og dekkandi. Ófatuligt at nógvir føroyingar stuðla undir zionistarnar, ið vilja hava eitt stór Ísrael við einans teirra gamla testamentliga átrúnaði. Guðs úrvalda fólk, skal hava Guðs úrvalda land. Men hetta tykist óbeinleiðis ganga ímóti boðskapinum í nýggja testamenti. Hvør skal duga at avgerða um, hvør er meiri útvaldur enn ein annar. Fyri hesar zionistar er Jesus harumframt jú ikki annað enn, sum skaldsøgan eisini peikar á, ein fuppmakari og lygivætti fyri ortodoksar jødar. Havi sjálv so mangan ætla at tikið henda spurning upp. Tað er tað ortodoksa, demagogiska o.s.v. sum jú hevur kraft og krevur fleiri mannalív í spurninginum um Palestina. Nú fór eg av breytini eina løtu. Hæddarpunktini Søgan tykist í summum brotin ov langdrigin. Her er kapittul trý eitt gott dømi. Framløgan av Magnusi tykist heldur long. Harafturímóti tyktist >>Ein lítil halgisøga<< sum eitt hæddarpunkt í søguni, ella í øllum føri seinna helvt av hesum kapittlinum. í byrjanini hoyra vit um bukkur og lort. Rættuliga stuttligt er tað í støðum t.d. (p. 46) >>Niðri í Vágsbotni stóðu tvey toilett á pelum, og tá pør onkutíð viltust inn har í náttarmyrkrinum, sveiggjaðu hesi lítlu lortatempul aftur og fram yvir sjónum.<< Hetta broti nýtis valla nakra frágreiðing. Vit sýggja ein so ófantaliga mennuskjaligan Oskar Íslending, tá ið hann ber tað deyða pinkubarnið, sum hann fann í kloakkini, út um býin og jarðarferðina sjálva. Brotið um Oskar `islending, kloakkprinsessuna og Jesus er eitt hitt vakrasta í skaldsøguni. Boðskapurin í brotinum er eisini heilt grundleggjandi. Hæddarpunkti viðvíkjandi lorti er í kapittlinum um psykodidduna (p. 80f) >>knappliga sá hon lort allastaðnis. Upp úr kummuni flotaðu heilar røðir av lorti... Tungir kjøtlortar brustu í gólvið. Summir í pappírsspjørrum, líktust operasangarum ella pensjoneraðum nekaraprestum. Aðrir litaðir av brostnum hæmmorridum...<< Hesin kapittulin er rættiliga vamlisligur, men samstundis so óalminduliga stuttligur og rithøvundirin kemur av og á við rættuliga speiskum viðmerkingum. Nakrir >>metaforar<< Havi eisini hug at draga nakað av myndamálinum fram, ið veruliga er ein styrki hjá Jóanesi. (p. 51) >>Í veruleikanum var blæan eitt flagg, og tað vakrasta flaggið í øllum býnum.<< (p. 73) >>Súðið frá havinum var ikki longur bara súð, men slátturin frá einum vátum hjarta, sum føroyingar høvdu ærað og elska, líka síðani teir settu búgv her á landinum.<< (p 139) >>Tað føroyska summarið, tað var bara eitt slag av upphiting, ein ússaligur radiatorur, sum Gud hevði skrúvað frá har norðuri...<< Málburðurin Tað, ið eyðmerkir Jóanes framum nógvar aðrar er háttur hann skrivar. Hann skrivar gerandismál, ið øll kunnu lesa og er bókin eisini, sum undanfarin skaldsøga hansara løtt at lesa. Hetta er skaldskapur fyri fólkið. Treyðugt so, kunnu vit tó finnast at teimum nógvu danismunum. Jóanesa háttur at skriva er speiskur, stuttligur, ironiskur og tó sært tú sera væl álvarsemi, ið liggur aftanfyri. Hann dregur fram nógvar hendingar og fyribrigdi tú kennur aftur, men kanska ikki tosar so hart um. t.d. p 39 >>Fyrstu latínsku orðini, sum havnardreingir kendu...stavaðu frá katolikkunum. Og tað vóru ikki akkurát tey mest gudiligu orðini, hann doseraði. Glaspenis, vulva og anus, og so diaboligrande og tey meir heimagjørdu, sum grolla de Sankta Maria...<< Niðurstøða Eg var, sum eg nevndi í byrjanini rættuliga paff eftir at hava lisið skaldsøguna. Hon er góð, stuttlig og øðrvísi, kanska eitt sindur langdrigin av og á. Noyðist áðrenn eg fari víðari skoyta uppí, at mær dámar betur yrkingar Jóanesar enn blaðgreinar, skald- og stuttsøgur hansara. Tað er, sum hansara yrkjaragávur tá verða nýttar til fullnar. Kanska er tað tí mær altíð betur hevur dámt at lesa yrkingar og arbeiða við yrkingum. Fyri at koma aftur til skaldsøguna. Ein av boðskapinum kemur fram í síðsta kapittlinum í samrøðuni millum prædikaran Steingrím Kjørvík og kriminalovastan Rikardson. Er tað samsvar millum gerð og úrslit, hugsan og handling... Eitt, ið lesrarin eisini skal eftirmeta er um lorturin og kloakkirnar kanska í veruleikanum eru metaforar... Skaldsøgan gevur tær í grundini nógv til eftirtanka. Tíanverri noyðist eg enn einaferð at seta Jóanes í bás sum samfelagsrevsara, men skaldsøgan vísur eisini nógvar aðrar síður av manninum. Tað eru nógv viðurskifti, sum hann finst at via persónunum í søguni, ið fyrikoma í dag. Trupulleikarnir eru teir somu, treyðugt so eru teir ikki líka sjónligir sum í søguni. Havi hug at enda við einum broti úr søguni og verður tað, tá Oskar hevði funnið ein deyðan nýføðing í kloakkini. >>- Hygg at hesum unganum, teskaði hann. Eftir røttum átti tú at ligið við tey heitu bróstini hjá mammu tíni, í einum himmali av mati, tryggleika og svøvni. Føturnar skuldu verið ballaðir inn í fíntráðaðar hvítar ullsokkar við sloyfu á. Og varrarnar... Oskar brast í grát. Orð sum hann ongantíð hevði havt høvi at sagt við nakað barn, og orð, sum hann so dánt kendi, ella íslendsk orð, sum hann helt seg hava gloymt, streymaðu honum av varrunum. - Lítla stúlka mín, segði hann. Elskuligi gesturin, mín kaldi arvingi. Tú, sum livdi so stutt og bleiv mær kærari enn sól og máni. Mín kloakkprinsessa, á veg upp í Himmiríki...<< Atlantsflog hevði onga skyld Tað var ikki fyrr enn eftir, at tað var greitt, at Blue Atlantic fór at lata aftur, at Atlantsflog setti fólk á skrivstovuna í Keypmannahavn, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog Í samband við greinina í Sosialinum leygardagin um, at ferðaskrivstovan Blue Atlantic lat aftur, hevur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog vent sær til blaðið við eini viðmerking. Magni Arge sigur, at tað er ikki rætt, tá ført verður fram, at Blue Atlantic - Føroyaferðir noyddist at lata aftur orskað av kapping frá Atlantsflog. Fólk kunnu fáa ta fatan, at Atlantsflog hevur latið ferðaskrivstovu upp í Keypmannahavn í beinleiðis kapping við Blue Atlantic. Men hetta er als ikki so, sigur Magni Arge. Hann harmast hinvegin um, at Blue Atlantic noyðist at lata aftur, tí felagið seldi jú flogferðir, sum komu Atlantsflog til góða. Men eftir, at Blue Atlantic hevur latið aftur, hevur Atlantsflog havt fólk á skrivstovuni á Føroysku viðskiftastovuni í Hovedvagtsgade 8, har tey millum annað hava tikið sær av teimum, sum hava keypt ferðaseðil til Føroya. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Hans Holm skrivar: UMHEIMURIN Í dag: Um Ísrael Hetta hevur víst seg at hava verið ein álvarsligur trupulleiki fyri stjórnina, og fleiri ráðharrar, sum upprunaliga vóru við í stjórnini, eru antin farnir frá ella eru koyrdir, fyrst og fremt tí teir ikki hava kunnað einst við Netanyahu. Nevnast kunnu David Reem, Dan Meridor (fyrrverandi fíggjarmálaráðharri) og Benjamin Begin (sonur gamla forsetismálaráðharran Menachem Begin og fyrrverandi granskingarmálaráðharri). Hesir tríggir møta ikki í Knesset, tinginum, har teir allir eru limir, um andstøðan hevur sett fram misálitisuppskot móti stjórnini. So støðan í Likud beint nú er tann, at har finnast tveir bólkar: ein, ið heldur við Netanyahu (Bibis fanklubbur - Bibi er kelinavn Netanyahus) og ein, sum vil hava hann frá. Nevnast kann, at Jossi Olmert, sum í nógv ár var framsøgumaður hjá fleiri Likud-stjórnum, í dag stendur á odda fyri einum tvørpolitiskum bólki, sum roynir at skaffa meiriluta í Knesset fyri at fáa broytt mannagongdina, hvussu forsetisráðharrin skal veljast. Sum nú er, vreður hann valdur beinleiðis, meðan Jossi Olmert og hansara viðhaldsfólk vilja hava, at Knesset skal velja hann. Jossi Olmert er ikki hvør sum helst: hann er vælkendur og virdur politikkari og bróðir Ehud Olmert, Jerusalems borgmeistara, sum øll rokna við fer at bjóða Netanyahu av sum forsetismálaráðharraevni til valið ár 2000. Alt hetta kemst av, at nógvir Likud-limir meta Netanyahu at vera ómetaliga ráðaríkan. Sum dømi nevna teir, at hann fleiri ferðir sjálvur hevur samráðst við útlendskar politikkarar heldur enn at lata uttanríkismálaráðharran gera tað; hesin - David Levy - heur eisini meira enn ferðhótt við at fara frá. Eisini var tað hann einsamallur, sum tók avgerðina um at royna at myrða tveir Hamas-limir í jordanska høvuðsstaðinum Amman, ein roynd, ið miseydnaðist. Henda roynd hevði fleiri keðiligar politiskar fylgjur við sær. Nú skal vera landsfundur í Likud, og tá roknast við roki, tí Netanyahu fer at royna at fáa tað ígjøgnum, at hann forsetismálaráðharrin, skal avgera einsamallur, hvør skal stillast upp til val. Higartil hevur mannagongdin verið tann, sum vit kenna, at lokalar nevndir avgera hetta. Alt hetta síggja mótstøðumenn Netanyahus sum eina roynd frá honum at halda fast um maktina fyri ein og hvønn prís og vísa á, at við einum slíkum manni á odda er ómøguligt at føra politikk. Og er so, kann man ikki annað enn geva teimum rætt, og tað ger so støðuna í einum so spentum umráði upp aftur meira explosiva. 4. november vóru liðin tvey ár, síðan táverandi ísraelski forsetismálaráðharrin Yitzhak Rabin varð myrdur. Maðurin - Yigal Amir - ið gjørdi hetta, hevði ta sannføring, at Rabin var bæði landasvíkjari og svíkjari móti øllum heimsins jødum. Á ráðharraplássinum í Tell Aviv og í gøtunum uttan um hann savnaðust henda dagin meira enn 450.000 fólk at minnast Rabin. Minningarhaldið varð hildið undir heitinum >>Vit gloyma ikki okkara vón um frið<<. Alt hetta sigur nakað um, hvussu stór spjaðingin er millum ísraelar, tá talan er um hugburðin og viljan til frið við palestinar. Tað var, meðan Rabin var forsetismálaráðharri, at samráðingarnar í Oslo um friðarsáttmála millum ísraelar og palestinar óalment fóru fram við tí úrsliti, at embætismenn og politikkarar frá báðum fólkunum byrjaðu at hittast til samráðingar - og eisini Rabin og Arafat. Avtala varð gjørd um fleiri týðandi mál, eitt nú at palestinar skuldu yvirtaka fyrisitingina av størri og størri pørtum av Vestara Áarbakka (Samaria) og Gaza, og ísraelar skulu taka herfólk sítt burtur úr hesum økjum so hvørt. Nógv sóu hetta sum eina gongd fram ímóti einum palestinskum stati og friði - og onnur sóu tað sum eina hóttan móti teirra tilveru. Fylgjan var so m.a., at Rabin varð skotin, men eisini tann, at Benjamin Netanyahu, leiðari av Likud-samgonguni, varð valdur til forsetismálaráðharra við síðsta vali í Ísrael, og Arbeiðaraflokkurin, sum stóð sum forsprákari fyri friðarpolitikkinum sum frammanundan sagt, misti stjórnarvaldið. Síðan er friðartilgongdin steðgað. Tað eru tvær høvuðsorsøkir til hetta: Benjamin Netanyahu fór til val við tí herrópinum, at hann skuldi skaffa Ísrael trygd og frið - við áherðslu á trygd. Hetta meinti hann, kundi bert gerast við at føra ein nógv harðrendari politikk mótvegis palestinum - og fyrst og fremst kundi tað á ongan hátt blíva talan um ein palestinskan stat. Í hansara hugaheimi var ein sovorðin ein alt ov stór hóttan móti ísraelska statinum - við øðrum orðum var trygdin so vorðin ov lítil. Tá ið ein nú veit, hvussu stóran dent palestinar leggja á júst hetta, sigur tað seg sjálvt, at samráðingarandin ikki er tann besti longur. Hin høvuðsorsøkin er tann, at sitandi stjórn við Netanyahu á odda vegna innanhýsis klandur er meira ella minni virkislamin. Sum navnið sigur, er Likud ikki ein politiskur flokkur, men ein samgonga sett saman av fólki við ógvuliga ymisligum sjónarmiðum um nógv politisk mál. Mjólkin tálmar sukursjúkuni Íslendskur djóralækni heldur, at forboðið móti at innflyta fremmand neytasløg til Íslands kann vera viðvirkandi til, at færri íslendingar, enn onnur fólksløg, hava sukursjúku Íslendskur djóralækni vísir á, at sukursjúka er ikki so vanlig í Íslandi, sum aðrastaðni. Hetta heldur hann kann koma av, at íslendingar hava egið neytaslag, og at mjólkin frá teimum er við til at halda sukursjúkuni niðri. Av tí sama mælir hann frá, nú íslendskir bøndur vilja selppa at innflyta troðin neytaegg til tess at fáa betri mjólkarúrtøku, sigur Kristjana Motzfeldt, sum er íslendsk og útbúgvin lívfrøðingur. Undir vitjanini hjá grønlendsku landsstýrisformanshjúnunum, var hon eftir egnum ynski í Kaldbak og hugdi at Biofar og á Búnaðardeplinum í Kollafirði. Har greiddi Peder Haahr frá um royndirnar við íslendsku mjólkineytunum og um seyðaroyndirnar, farið verður undir í næstum. Grønlendingar hava seinastu tíggju árini økt munandi um seyðahaldið. Millum annað við gjøgnum miðvísa aling at fáa fleiri tvílembur, sigur Kristjana Motzfeldt, lívfrøðingur. Tað er ov lítið fingið burtur úr, tá vit í Føroyum ikki fá lamb upp á ærina, heldur hon. Soleiðis var eisini í Grønlandi fyri bara tíggju árum síðani, men longu nú hava grønlendingar megnað at koma upp á umleið sama støði sum íslendingar. Fyri bara fýra árum síðan, sigur Kristjana Motzfeldt, fingu grønlendingar minni enn eitt lamb upp á ærina. Ella 0,9%, sigur hon. Men longu í ár eru teir komnir upp á umleið 1,3%, ella meira enn lamb upp á ærina. Uppskriftin er, umframt miðvíst aliarbeiði, eisini at røkja seyðin ordiliga, sigur hon. Hann skal vera inni um veturin. Og tað alt avgerandi er, at hann verður fóðraður rætt og nokk. Annars kann alt gera tað sama, sigur hon. Seyðahaldið í Grønlandi hevur bert verið í Suðurgrønlandi. Men seinasta heyst, kom eitt nýtt brúk inni í Grønlandsfirðinum. Norðari verður trupult at fara við seyði, heldur Kristjana Motzfeldt. Men tað er ikki bara sum at siga tað at hava seyð í Grønlandi. Tað ber ikki til hjá hvørjum sum helst at fara undir seyðahald. Tú skalt hava útbúgving, um tú ætlar tær at verða seyðabóndi har yviri, sigur Kristjana Motzfeldt. Seyðahald í nýggjari tíð byrjaði í Grønlandi í 1906, tá áseyður varð innfluttur úr Føroyum, sigur Kristjana Motzfeldt. So gingu nøkur ár. Og í 1915 varð ein landbúnaðarstøð sett á stovn í Qaqortoq (Julianehåb). Tá varð tað mesta av tí føroyska seyðinum skiftur út við íslendskan. Og hesin seyðurin er tann, sum grønlendingar hava í dag. Grønlendingar hava síðan hildið seg til hendan seyðin, og hava syrgt fyri ikki at blanda við fremmandan seyð. Av tí sama, sigur Kristjana Motzfeldt, eru teir eisini slopnir undan sjúkum, sum til dømis íslendingar - og fyri tann skuld eisini føroyingar - hava verið plágaðir av. Íslendingar fluttu í tríatiárunum inn nakað av persiskum seyði, sum skuldi hjálpa upp á ullina. Úrslitið gjørdist nakað heilt annað, enn ætlað. Sjúka kom í - einar tríggjar, fýra ymiskar sjúkur - við tí úrsliti, at í fimtiárunum mátti nærum helvtin av íslendsku skipanini takast av, sigur Kristjana Motzfeldt. Kristjana Motzfeldt sigur, at sum er, ber Grønland ikki meira enn umleið 50.000 áseyðir. Men enn er skipanin kortini bert umleið 20.000, sigur hon. Tað ber kanska til at fáa skipanina upp um tey 50.000. Men tað kemur nógv ann uppá, hvussu nógv lendi kann dyrkast í Grønlandi, sigur Kristjana Motzfeldt, livfrøðingur. Talvhagtøl Talv: Úrslit frá 2. umfari í liðkappingini í talvi - alt frá 1. deild til dreingjadeildina 1. deild 2. umfar, sunnudagin 16. november Klaksvík 1-Streymur2-2 Ólavur Simonsen-Finnbjørn Zachariasen1/2-1/2 Steintór Rasmussen-Martin Brekká0-1 Haldur Suni Johansen-Sámal Christiansen1/2-1/2 Terji Petersen-Bergur Magnussen1-0 Vestmanna-Kollafjørður1/2-31/2 John Jacobsen-Tiger H. Persson0-1 Jón Mikkelsen-Torbjørn Thomsen0-1 Niels O. Durhuus-Bernhard thomsen1/2-1/2 Palli Johannesen-Poul Martin Hansen0-1 Klaksvík 2-Havnin1/2-31/2 Finnbjørn Vang-Torben Ø. Johansen0-1 Petur Hans Poulsen-Flóvin Tór Næss0-1 Tummas M. Anthoinussen-Carl Eli Samuelsen0-1 Símun P. Anthoniussen-Suni Merkistein1/2-1/2 2. deild 2. umfar, sunnudagin 16. november Toftir-Havnin 22-2 Jens Chrustan Hansen-Johan Gaard1-0 Helgi Joensen-Jógvan Næss1/2-1/2 Wenzil Højgaard-Martin Poulsen1/2-1/2 Jústines Hansen-Olaf Berg0-1 Kollafjørður 2-Havnin 11-3 Finn Christensen-Suni Ziska0-1 Virgar Fagraklett-Poul Poulsen0-1 Dánjal Petur Olsen-Jóannes Guttesen0-1 Eyðálvur Johannesen-Hans Birgir Højgaard1-0 Gøta-Kollafjørður 13-1 Jónfinn Thomsen-Grettir Djurhuus1-0 Reinhold Isaksen-Niclas M. Joensen1-0 Jákup Joensen-Hanus Joensen1/2-1/2 Kári Mørkøre-Karl L. Johansen1/2-1/2 3. deild A 2. umfar, 15. og 16. november Sandavágur-Klaksvík 23-1 Bernhard Augustinussen-Torleif E. Petersen1/2-1/2 Gutti Petersen-Dánjal Ennistíg1-0 Heri Christoffersen-Vagn Heldarskarð1-0 Magni Thomasen-Sigfried Petersen1/2-1/2 Sumba-Runavík 1 11/2-21/2 Alvin Joensen-Brandur K. Jacobsen0-1 Ingi Ellingsgaard-Eyðun Lamhauge1/2-1/2 Margo Joensen-Møtti ikki1-0 Ingálvur Kjærbo-Brandur Højgaard0-1 Rókur 2-Kollafjørður2-2 Archilbald Andreasen-Hans Petur Joensen1-0 Eyðsvein Johannesen-Hans Martin Andreasen0-1 Jógvan Sólsker-Hans Kr. Simonsen0-1 Benny Poulsen-Havárður Jensen1-0 3. deild B 2. umfar, 15. og 16. november Vestmanna-Rókur 12-2 Jákup Andreasen-Petur Sumberg0-1 Virgar Hansen-Bergur Johannesen1-0 Hanus Ingi Hansen-Ingolf Debes1-0 Jóhannes D. Jacobsen-Karl Martin S. Jensen0-1 Havnin-Toftir21/2-11/2 Jákup A. Jensen-Øssur Hansen1-0 Frants J. Eliasen-Sigurð Joensen1/2-1/2 Jóannes V. Hansen-Jens Kr. Olsen1-0 Herfinnur Seloy-Hans A. Davidsen0-1 Klaksvík 1-Runavík 231/2-1/2 John Sivertsen-Petur Hansen1-0 Ingolf Gaard-Hans A. Midjord1-0 Rúni Dragaberg-Jón Hammer1/2-1/2 Óli Joensen-Snæbjørn Justinussen1-0 Unglingar 2. umfar, 15. november Klaksvík 2-Havnin 0-4 Atli Joensen-Flóvin Tór Næss0-1 Dávur Kallsø-Carl Eli N. Samuelsen0-1 Mannbjørn Augustinussen-Martin Poulsen0-1 Rógvi Sigurðsson-Jóannes Hansen0-1 Dreingir 2. umfar, 15. og 16. november Vestmanna-Havnin 2-2 Jan E. Petersen-Jaspur T. Gaard0-1 Jóhannes Jacobsen-Mortan Thomsen1-0 John Martin Andreasen-Rói D. Joensen1-0 Sjúrður Poulsen-Jákup D. Joensen0-1 Rókur-Kollafjørður0-4 Karl M. S. Jensen-Eyðálvur Johannesen0-1 Hans E. S. Jensen-Gert Hansen0-1 Svend Hansen-Hans Kr. Simonsen0-1 Knút Olsen-Alex Dalsgaard0-1 Kollafjørður á odda í talvkappingini Talv: Meistaraliðið úr Klaksvík misti hálvtannað stig í mun til oddaliðini Kollafjørður og Havnina í vikuskiftinum Annað umfar í liðkappingini í talvi hevði við sær, at liðið hjá Kollafjarða Talvfelag styrkti um sína støðu í oddinum í 1. deild. Havnin er framvegis beint í hølunum á Kollafirði, men klaksvíkingar, sum bert fingu javnt sunnudagin, mistu hálvtannað stig samanborið við bæði Kollafjørð og Havnina. Í hinum endanum styrkti Streymur um sína støðu. Teir lógu aftast eftir fyrsta umfarið, men frá einum avsmurningi í fyrsta umfari fóru teir til javnleik móti føroyameistarunum í øðrum umfari, og tað er væl leiðin fram. Eingi av teimum trý liðunum, sum vunnu í fyrsta umfari, hittust í øðrum umfari, og av teimum sum taptu, var tað bert Streymur, sum fekk betri úrslit hetta vikuskiftið. Streymur menti seg Tveir dystir vóru í Klaksvík sunnudagin. Klaksvíkar Talvfelag hevur tvey lið í 1. deild, og teir høvdu ávíkavist Streym og Havnina á vitjan. Meistaraliðið, KTF1, telvaði móti Streymi, og har kláraðu teir úr Sundalagnum at fáa javnleik. Rani Nolsøe var ikki við hjá klaksvíkingum hesaferð, og tí telvaði Ólavur Simonsen á fyrsta borði. Hann hevði Finnbjørn Zachariasen yvirfyri sær, og tvídysturin millum teir endaði við remis. Á øðrum borði vann Martin Brekká á Steintór Rasmussen. Haldur Suni Johansen og Sámal Christiansen, sum var nýggjur á liðnum hjá Streymi, telvaði javnt á triðja borði, og javni dysturin endaði við, at Terji Petersen, sum var nýggjur á liðnum hjá klaksvíkingum, vann á Bergi Magnussen, sum fekk einasta stigið hjá Streymi í fyrsta umfari. Samanlagt gjørdist tað til javnleik 2-2, og tað mundi ivaleyst passa gestunum nakað betri enn vertunum. Havnin og Kollafjørður vunnu Hin dysturin í Klaksvík endaði við sigri til havnamenn, sum vunnu við hálvumfjórða stigi móti hálvum. Stigið, sum klaksvíkingar fingu, fingu teir á fjórða borði, har Símun Petur Anthoniussen fekk javnt móti Suna Merkistein. Hvørgin av hesum báðum telvaði í 1. deild í fyrsta umfari. Havnarmenninir, sum vunnu, vóru Torben Ø. Johansen, Flóvin Tór Næss og Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Í Vestmanna var dystur millum vestmenningar og Kollafjørð, og tað endaði við greiðum sigri til gestirnir. John Rødgaard var ikki við hjá vestmenningum, og tí gjørdist tað ikki til dyst millum teir báðar altjóða meistaranar í kappingini, John Rødgaard og Tigar H. Persson, sum telvar á fyrsta borði hjá kollfirðingum. Vestmanna fekk bert eitt hálvt stig burtur úr dystinum, og tað fingu teir á triðja borði, har Niels O. Djurhuus fekk javnt móti Bernhard Thomsen. Annars vunnu Tigar H. Persson, Torbjørn Thomsen og Poul Martin Hansen síni talv. Við sigrinum helt Kollafjørður fast um sína oddastøðu í deildini, teir eru fremst við sjey stigum, og hálvt stig aftanfyri kemur so Havnin. Klaksvíkingar eru framvegis á triðja plássi, men teir eru nakað aftanfyri tey bæði oddaliðini, teir hava fimm stig. Toftir og Havnin fremst í 2. deild Í 2. deild gongur javnt á, og eftir næsta umfar, liggja Havnin 1 og Toftir lið um lið í oddinum. Toftir og Havnin 2 talvaðu javnt sunnudagin, og tá Havnin 1 vann 3-1 á Kollafirði togaðu teir seg inn á oddaliðið. Gøta, sum tapt í fyrsta umfari, vann hesaferð 3-1 á Kollafirði 1. Í 3. deild er kappingin í tveimum. Í 3. deild A er Sandavágur á odda og í 3. deild B eru Klaksvík 1 og Havnin á odda. Hjá dreingjunum eru kollfirðingar fremstir, og í unglingadeildini hava bæði Havnin og Klaksvík 1 4 stig. Triðja umfarið í liðkappingini verður komandi vikuskiftið. Í 1. deild fara Havnin og Klaksvík 1 at telva mest spennandi dystin hesaferð. Kollafjørður fær vitjan av Klaksvík 2, og seinasti dysturin verður millum Streym og Vestmanna. Enskur fótbóltur ger comeback í SvF Fótbóltur: Leygardagin fer SvF undir at senda enskan fótbólt aftur, men longu nú hevur óvissa tikið seg upp um komandi kappingarár Leygardagin verður enskur fótbóltur aftur á skránni hjá Sjónvarpi Føroya, og føroyingar fáa nú aftur høvi at fylgja við avrikunum hjá stóru ensku feløgunum í heimligu kappingini. SvF fer í vetur at senda enskar dystir leygardag klokkan 15.00, og tey, sum hava áhuga fyri enskum fótbólti, kunnu eisini gleða seg til, at sendingin Mál, mál, mál, har brot úr øllum teimum ensku dystunum verða víst, aftur verður at síggja á skíggjanum hvørja viku. SvF hevur gjørt sáttmála við ensku fyritøkuna CSI, sum eigur rættindini til sjónvarping av enskum fótbólti, og sáttmálin umfatar bæði landskappingini og steypakappingina FA Cup. SvF hevur tryggjað sær rættindini at senda FA Cup finaluna, sum er mest virda steypafinalan í heiminum, beinleiðis, tá hon verður einaferð í mai mánaði næsta ár. 24 landskappingardystir verða vístir í vetur, og tann fyrsti, sum er millum Blackburn og Chelsea, verður nú leygardagin. Óvissa um komandi kappingarár Longu nú hevur óvissa stungið seg upp um, hvussu tað verður við enskum fótbólti í SvF næsta kappingarár. Franska rásin Canal+ hevur júst keypt rættindini til at sjónvarpa frá ensku kappingini fyri ikki minni enn 1,2 milljard krónur, og spurningurin er so, hvat franska rásin hevur í kvittanum. Norðurlendsku rásirnar eru í døpurhuga um hetta keypið, tí tær óttast fyri, at Canal+ fer at selja dystirnar úr Englandi so dýrt, at tað verður ikki hugsandi at keypa teir. Í DR siga teir, at um Canal+ ásetur ein ov høgan prís, fara danir ikki at síggja enskan fótbólt komandi kappingarár, og nakað av grundarlagnum verður samstundis tikið undan tiltiknu sendingini Tipslørdag, sum danir hava hugt eftir í nógv, nógv ár. SvF samráðist beinleiðis við felagið, sum hevur rættindini til enskan fótbólt, og í SvF siga tey, at fyrimunir eru við hesum, tí SvF á hendan hátt fær rættindini til at senda fleiri dystir enn eitt nú DR. Heldur ikki í føroyska sjónvarpinum hava tey nakra hóming av, hvat Canal+ fer at selja dystirnar fyri. Tey vóna tó, at Canal+, eins og CSI, fer at taka hædd fyri, at føroyski marknaðurin er sera lítil, og at møguleikin fyri nøkrum stóru vinningi av søluni harvið ikki er til staðar. Búgvi Poulsen vann silvur í danskari judokapping Judo: Búgvi Poulsen vann silvurmerki í stórari danskari vinarkapping í judo Sofus Johannesen Seinasta vikuskifti luttók føroyski judoleikarin Búgvi Poulsen úr Havn, sum dagliga venur við donskum felag, í einari stórari judokapping í Danmark. Kappingin varð nevnd "Hillerød Træf", og var ein stór vinarkapping, har ikki færri enn 248 luttakarar úr Fraklandi, Svøríki, Japan, Týsklandi og Danmark luttóku, harundir eisini føroyski judoleikarin. Búgvi kappast í vektbólkinum -78 kg. Kappingin gekk sera væl hjá Búgva, og hann megnaði at koma í finaluna, har hann kom ímóti Peter Tedeholm úr Svøríki. Búgvi hevur fleiri ferðir fyrr barst ímóti hesum sama Peter. Seinastu ferð var í Norðurlanda Meistarakappingini í mai í ár, har teir møttust í semifinaluni, og tá megnaði Peter at vinna á Búgva. Í NM-kappingini gjørdist Peter Tedeholm vinnari, meðan Búgvi Poulsen gjørdist nr. 3. Dysturin seinasta vikuskiftið teirra millum gekk væl hjá Búgva. Longu tíðliga í dystinum kom Búgvi fram um við einum Koka, og hann fekk hildið hesa leiðsluna líka til bert ein minuttur var eftir av dystinum. Tá fekk Peter kastað Búgva og skoraði Yoku fyri kastið, og hetta gjørdist sostatt úrslitið av dystinum. Harvið endaði Peter Tedeholm sum nr. 1 í kappingini, meðan Búgvi Poulsen gjørdist nr. 2. Ætlar at basa honum Men Búgvi ætlar at gera eina roynd afturat at basa Peter Tedeholm. Komandi vikuskiftið verður ein stór altjóða judokapping í Gøteborg í Svøríki, nevnd "Sveedish Open 1997". Hetta er ein stór opin kapping, har luttakarar koma úr fleiri londum, og Búgvi Poulsen hevur teknað luttøku í hesari kapping. Tá Búgvi verður spurdur um vónirnar til hesa kapping svarar hann heldur lítillátin, at tær ikki eru betri enn til aðrar kappingar. - Tað velst alt um hvussu nógvir og hvørjir luttakararnir vera í kappingini, sigur Búgvi. - Í Svøríki eru nógvir ógvuliga góðir judoleikarar, og tað kann eisini henda, at sterkir útlendingar stilla upp til kappingina. T.d. hava sviar ein, sum nevnist Marcello. Verður hann við í kappingini, verður ringt at gera seg galdandi, men hann hevur í seinastuni ikki stilla upp til norðurlendskar kappingar, men hildið seg til tær sterkaru kappingarnar. - Hinvegin hava altjóða kappingarnar, sum vit hava luttikið í, víst okkum, at hinir ofta ikki eru betri enn so, at tað ber til at gera seg galdandi, so eg vóni bert eitt gott úrslit. Vit fáa so at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Búgvi Poulsen. Síggi fram til størri samvinnu millum Føroyar og Grønland Undir vitjan síni í Føroyum nýtti grønlendski landsstýrisformaðurin eisini høvi til at hitta umboð fyri føroyska bróðurflokkin Áðrenn grønlendski landsstýrisformaðurin fór av landinum í gjár ynskti hann at hitta umboð fyri føroyska bróðurflokkin, javnaðarflokkin. -Vit fingu eina sera hugnaliga løtu saman og prátaðu um fleiri av teimum málum, sum bæði londini hava felags áhuga í sigur formaður javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard og sipar her til ríkisfelagsskapin, heimastýrislóg, blokkstuðulin, oljumenningina, fiskivinnumál, ES, Útnorðursamstarvið o.a. Við á fundinum vóru eisini Marita Petersen, Henrik Old og Jógvan Adolf Johannesen. Eisini nýtti Jonathan Motzfeldt høvi til at hitta sín fyrrverandi kollega, Atla Dam. Teir báðir vóru leiðarar í Grønlandi og Føroyum um sama mundið. Jóannes Eidesgaard sigur, at Motzfeldt legði alstóran dent á ynski hjá grønlendingum at fáa danir at fíggja eina umvæling av mongum av teimum bygningum o.ø. , sum danir hava verið við til at byggja frá fyrstan tíð. -Vit tosaðu eisini nógv um tær báðar ymisku skipaninar, sum bæði londini hava á oljuøkinum, har Grønland hevur eina avtalu, sum sigur, at oljuinntøkur skulu býtast helvt um helvt, og har hetta so verður hildið heilt uttan fyri blokkin. Hjá okkum í Føroyum ráða vit fult yvir inntøkunum tó at tær skulu dragast frá blokkinum, um olja verður funnin. Motzfeldt var annars sera áhugaður í at vita, hvat innihaldið er í tí uppskoti, sum javnaðarflokkurin er komin við í seinastuni í sambandi við viðurskiftini við Danmark. -Vit tosaðu nógv um ES og har eru vit so fult og heilt samdir um, at vit skulu vera uttan fyri ES. Men tó so at vit eiga at hava eina sokallaða "berøringsflatu" við ES, soleiðis at vit í Útnorði kunnu hava ein fyrimun av einum ella øðrum samstarvi eitt nú á umhvørvisøkinum. Umboðini fyri báðar javnaðarflokkarnar vóru samd um at menna samstarvið í Útnorði, soleiðis at vit í framtíðini koma at standa enn sterkari saman. -Tað besta forum at menna samstarvið haldi eg er Útnorðursamstarvið heldur enn at londini sínamillum á landsstýrisstøði arbeiða við hesum. Og nettup tað at Jonathan Motzfeldt hevur tikið við leiðsluni í Grønlandi haldi eg kann fáa stóran týdning fyri hetta samstarvið, ið hann annars hevur gingið á odda fyri sigur formaður javnaðarfloksins, sum fegin sær eitt økt samstarv millum Føroyar og Grønland. Síggi fram til økt samstarv Áðrenn Jonathan Motzfeldt fór av Havnina tíðliga mikumorgunin segði hann við Sosialin, at hann hevði fingið nógv burtur úr vitjanini og sá fram til eitt økt samstarv millum londini. -Vit hava eitt gott land og tit hava eitt gott land. Latið okkum hvør í sær og eisini í felag røkja hesi góðu lond. Saman kunnu vit gera nógv gott fyri bæði londini sigur Motzfeldt, sum fegin sær samstarvið í Útnorði ment enn meira. Tórsvøllur, rennibreyt og dulnevnd lesarabrøv Nú í longri tíð hava í bløðunum verið fleiri dulnevnd lesarabrøv um Tórsvøll. Persónurin ella persónarnir aftan fyri dulnevndu lesarabrøvini finnast serliga at, at rennibreyt verður um nýggja grasvøllin í Gundadali. Dulnevndu persónarnir siga, at rennibreytin ger, at tann rætti fótbóltsstemningurin ongantíð verður um nýggja grasvøllin, tí áskoðararnir sita ov langt frá vøllinum. Eisini hoyrdu vit í Útvarpinum sunnukvøldið, at niðurstøða á norðurlendskum fótbóltsfundi var, at rennibreyt ikki skuldi gerast um nýggja grasvøllin í Gundadali. Hetta eru alt fólk, sum einans hugsa um fótbólt og lítið leggja í, hvussu aðrar ítróttagreinar hava tað í Føroyum. Tað er tvætl, sum hesir snævurskygdu fótbóltspersónar royna at billa fólki inn um Tórsvøll. Rennarin Niels Jákup Jakobsen segði í einum lesarabrævi herfyri, at FIFA krevur ein trygdargeila um allar vøllir, og at hetta júst er rennibreytin, sum gjørd verður um nýggja grasvøllin í Gundadali. Dulnenvdu persónarnir hava ikki sæð faldaran um Tórsvøll, tí í honum sæst, at áskoðarar ikki koma at sita við endarnar. Teir koma ikki at sita longri frá spælarunum, enn teir vanliga gera til landskappingardystir. Tíbetur vil fyrireikingarnevndin ikki svara øllum dulnevndu lesarabrøvunum um Tórsvøll. Líkamikið hvussu nógv lesarabrøv verða skrivað, so sigur tað seg sjálvt, at Tórshavnar Kommuna fer ikki at vera við til at byggja eitt stadion fyri 26 milliónir krónur til nakrar fáar fótbóltsdystir um árið. Vil Fótbótlssambandið gera eitt stadion, sum einans skal hýsa fótbólti, so skal tað ikki liggja í Gundadali. Frælsi ítrótturin Verður Tórsvøllur gjørdur, so skal nýggja ítróttarøkið sjálvandi eisini hýsa øðrum tiltøkum enn nøkrum fáum fótbóltsdystum. Her verður serliga hugsað um frælsa ítróttin, sum ongar umstøður hevur í Havn. Havnin skal sjálvandi kunna fyrireika Oyggjaleikir, skúlaítróttadagar og onnur stór uttandura tiltøk. Undirritaði er ein av teimum sum heldur, at føroyingar kunnu gera seg galdandi í einmansítrótti, um venjingarumstøðurnar eru til tess. Her verður aftur hugsað um frælsa ítróttin. Fótbóltssambandið hevur gjørt dygdararbeiði seinastu árini, og føroyingar hava fingið heiðurlig fótbóltsúrslit ímóti stórum fótbóltstjóðum. Men vit koma allar tíðir at vera ein >>pinkutjóð<< í altjóða fótbóltshøpi. Tí skulu dulnevndu persónarnir ikki vera so keddir, at rennibreyt verður um nýggja grasvøllin í Gundadali. Vit hava framvegis møguleikan at flyta heimadyst ímóti Spania ella øðrum inn á Svangaskarð, um tað er rennibrytin sum ger, at vit tapa ov nógvar heimadystir. Annars haldi eg, at dulnevndu persónarnir eiga at koma fram í ljósið, tí eitt dulnevnt lesarabræv hevur ikki stórt virði í mínari verð. Tað sær annars út til, at duldu lesarabrøvini um Tórsvøll koma øll úr sama reiðri, og vónandi lata ÍSF formaðurin, Heðin Mortensen, og hinir limirnir í Tórsvallarnevndini seg ikki ávirka av snævurskygdu fótbótlsfólkunum. Høvuðsstaðurin skal sjálvandi hava eitt stadion, sum kann hýsa øðrum ítróttargreinum enn bert fótbólti. Og í hesum sambandi kundi tú hugsa tær eitt orðaskifti um ítróttin í Havn yvirhøvur. Vagnur Michelsen Mor Danmark Jonathan Motzfeldt vitjar og leggur lag á Stór og týðandi lóggáva á tingborð Oljulógvan kemur fyri tingið í morgin. Hon fer at hava stóra ávirkan á okkara samfelag langt inn í næstu øld og krevur tí av okkara politikarum, at teir geva henni eina seriøsa, sakliga og professionella viðgerð ALLUR fríggjadagurin er avsettur til 1. viðgerð av uppskotinum til eina føroyska kolvetnislóggávu. GRUNDARLAGIÐ undir uppskotinum er tann frágreiðingin, sum Oljuráðleggingarnevndin hevur arbeitt við nú í nøkur ár, og sum varð almannakunngjørd á ólavsøku. Síðani tá hevur verið ein almenn hoyring um frágreiðingina, umframt at eitt seminar hevur verið hildið fyri politikarunum. Eisini hevur verið nakað av orðaskifti, tó at hetta ikki hevur verið nógv. EINGIN ivi er um, at oljulóggávan fer at hava stóran týdning fyri framtíðina hjá hesum landi og tess fólki. Sum so verður hon karmurin kring tað arbeiði og virksemi, sum verður á føroyskum øki mong ár fram í tíðina. Hon setir út í kortið ein heildarpolitikk á hesum økinum. Hvussu vit tá skulu bera okkum at í sambandi við at seta oljufeløgum krøv og treytir og annars hvussu okkara samfelag skal fáa ógóðan av einum útviklingi, er nakað, ið vit koma at áseta í øðrum fylgilógum og reglugerðum. Kortini er oljulóggávan sum karmur av ómetaliga stórum týdningi, tí her verða tey grundleggjandi politisku sjónarmiðini løgd einaferð med alla - treyðugt so - allar lógir kunnu endurskoðast, tá umstøðurnar broytast. NÚ er ikki vist, at vit fara at fáa eitt so drúgvt og hart orðaskifti, sum ein kanska kundi ynskt og vónað, tí málið hevur verið so væl lýst longu. Men tað er uppgávan hjá okkara politikarum at geva hesum stórmáli eina professionella, seriøsa og sakliga viðgerð. Heldur venda teim ymsum pørtunum í lógini einaferð ov nógv enn einaferð ov lítið. Hetta er eina so stór avbjóðing fyri okkara lítla samfelag, at vit mugu brúka ta tíð, sum er neyðug. Men harfyri er ikki sagt, at nøkur orsøk er til at dríggja málið óneyðugt. Tí oljufeløgini, sum vit fegin síggja brúka pengar til at leita á føroyskum øki, hava eisini sínar arbeiðsætlanir at ganga eftir. Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at lóggávan fór at verða samtykt í 1997 ella fyrst í 98 - og at eitt útbjóðingarumfar, sum er tað, ið oljufeløgini spent bíða eftir, skuldi verða lýst leyst í fyrru helvt av 98. TÁ málið hevur fingið 1. viðgerð fer tað so í nevnd, har tað skal viðgerast í smálutum í ein mánað. Tað er at vóna, at bæði 1. viðgerð og komandi nevndarviðgerðin fara at bera í sær, at vit fáa eina góða lóggávu, sum kann vera við til at tryggja ein rættan og góðan útvikling. Eftir okkara tykki hava føroyskir oljumyndugleikar higartil gjørt eitt stórt og gott arbeiði, men harfyri er ikki sagt, at tað ikki eru viðurskifti, sum eiga at viðgerast øðrvísi enn skotið upp. Tað er hetta tann politiska viðgerðin er til fyri. OLJUMÁLIÐ er so stórt og kann fáa so stóra ávirkan á okkara samfelag, at tað hevði verið gott, um politikararnir - uttan mun til flokslit - viðgjørdu tað sum eitt tvørpolitiskt mál - við tí endamáli at koma til eitt úrslit, sum øll taka undir við og stuðla. Tess meira spjaddir og ósamdir vit standa innanhýsis, tess veikari koma vit at standa mótvegis umheiminum og teimum áhugamálum, sum stóru altjóða oljufeløgini umboða. Tað er greitt, at vilja vit hava nakað burtur úr hesi vinnu, so mugu vit eisini síggja til at skapa umstøður, sum vilja tiltrekkja oljufeløgini at gera íløgur her heldur enn aðrastaðni í verðini. Nettup tí at talan er um eina javnvág er tað so týdningarmikið, at okkara politikarar kunna seg væl við allar tættir í málinum og virka út frá hesum. Her skulu leggjast lunnar undir framtíð okkara og fyri okkara eftirkomarar. Tí hvílir stór ábyrgd á okkum. Men einsamallir gera vit einki, og tí er umráðandi at bera seg rætt at. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag og fríggjadagin: Hvassur vindur ella skrið av landsynningi, men út á fríggjadagin minkar hann vindin nakað og møguliga regn. Við hvørt skýggjað og támut, men eisini sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin: Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og eystri, men seinni minkar hann vindin nakað. Sólglottar, men møguliga okkurt æli. Hitin millum 7 og 10 stig. Seint mánadagin veksur hann vindin upp í ein strúk av eystri og kanska regn sunnaneftir. Í gjár: Eitt hátrýst yvir Skandinaviu stendur í stað, meðan rættuliga djúp lágtrýst ferðast frá Atlantshavinum í norðan og útnyrðing komandi dagarnar. Í dag: Lýggj luft vil framvegis reka móti Føroyum av suðri og landsynningi og meginpartin av tíðini við nógvum vindi. Í vikuskiftinum verður tó eitt skifti støðugari veður. Fríggjadagur 21. november 1997 Mugu fáa breiða politiska semju um oljuvinnu -Tað er ómetaliga týdningarmikið, at vit fáa eina breiða politiska semju, tá vit fara at stinga út í kortið ein komandi oljupolitikk. Hetta hevur nógv at siga fyri okkum men eisini fyri oljufeløgini, sum helst síggja, at tað ikki verða gjørdar broytingar í heilum. Tað heldur Jóhannus Egholm Hansen, løgfrøðingur, sum herfyri gav út rit við viðmerkingum til uppskotið til oljulóggávu. Ein av teimum, sum gjølla hevur gjøgnumgingið frágreiðingina hjá Oljuráðleggingarnevndini um framtíðar oljumenningina í Føroyum og harvið eisini kunnað seg við uppskotið til ta oljulóggávu, sum er til viðgerðar í tinginum í dag er føroyski advokaturin Jóhannus Egholm Hansen. Hann starvast í dag hjá danska sakføraravirkinum "Andreassen & Partnere", sum hann eisini er eigari av. Nú um dagarnar lat hann úr hondum eina frágreiðing við einum samandrátti av frágreiðingini hjá Oljuráðleggingarnevndini saman við viðmerkingum til uppskotið til kolvetnislóg. Hetta hevur hann gjørt í samstarvi við skotsku advokatfyritøkuna "Cameron McKenna" ið hevur verið nógv uppi í oljumálum bæði vegna oljufeløg og stjórnir runt um í heiminum. Sosialurin hevur tosað við Jóhannus Egholm Hansen og spurdu vit hann, hvat hann heldur um tað arbeiði, sum Oljuráðleggingarnevndin hevur latið úr hondum. Lættur lesnaður Hann heldur, at frágreiðingin er ikki bert ætlað professionellum at lesa og brúka. Hon er løtt at lesa, og tað ber prógv um, at hvør maður kann lesa hana. -Hetta haldi eg er gott. Oljufeløgini leggja allarstørst dent á, at treytir og reglur ikki verða broytt í heilum, tá tey eru farin í gongd. Fær oljuvinnan ikki eina breiða undirtøku bæði politiskt og manna millum, so fær tú ikki tann stabilitet, sum er neyðugur í hesi vinnu. Vit hava nóg ringar royndir frá fiskivinnuni, sum ikki eiga at endurtaka seg í eini komandi oljuvinnu. Heldur eiga vit at læra av hesum. Tí heldur Jóhannus Egholm Hansen, at tað er sera gott, at ein og hvør er førur fyri at lesa frágreiðingina, harvið fáa øll tann neyðuga kunnleikan, og tú sleppur undan misskiljingum. Men er henda frágreiðing eitt nóg gott grundarlag til at kunna "leypa út" í hesa nýggju vinnu? Útbjóðingin avgerandi -Talan er um eina rammulóg. Størsti parturin ella tann týðandi parturin av arbeiðinum er eftir, nevniliga at gera sjálvt útbjóðingartilfarið og treytir og reglur í tí sambandi. Tær standardtreytir, sum ganga inn í loyvini, koma at vera við í útbjóðingartilfarinum og sum verður lagt fyri løgtingið til kunningar. Hetta heldur Jóhannus E. Hansen vera eitt rættiliga krevjandi arbeiði og kanska enn størri enn tað, sum longu er gjørt. Tá so útbjóðingarumfarið hevur verið og umsóknirnar eru komnar inn, skulu myndugleikarnir til at tosa við oljufeløgini um tær treytir, sum ikki eru standardtreytir men individuellar. Eisini har meti eg, at tað liggur ein ómetaliga stór arbeiðsuppgávu fyri framman. Uttan so at tú standardiserar hetta nógv rokni eg við, at arbeiðstrýstið á oljufyrisitingina verður sera stórt. Mugu fáa sakkøna hjálp í útlandinum eisini Hvussu heldur Jóhannus E. Hansen føroyingar eru fyri við sakkønum fólki á teimum ymsu økjunum, nú tá vit skulu til at samráðast um treytir ol. við oljufeløgini, sum hava nógv serkøn fólk og drúgvar royndir! -Um ikki føroyingar velja at keypa sær sakkøna hjálp, her hugsi eg um landsstýrið og oljufyrisitingina, tvs. løgfrøðingar, jarðfrøðingar og búskaparfrøðingar innan oljuvinnu og gjalda tað hetta kostar, so kunnu vit lættliga verða latnir úr. Tað er eingin loyna, at oljufeløgini eru sera professionell og eru von at samráðast alla staðni kring heimin. Fyri tey er talan fyrst og fremst um eina kommerciella íløgu, og eru møguleikar fyri at fáa fyrimunir, so taka tey teir. Jóhannus E. Hansen heldur tí, at vit føroyingar næstan ikki kunnu keypa ekspertisuna ov dýra í byrjanini av hesum útviklinginum - til ein so sjálvur hevur fingið eina nóg stóra vitan og royndir. Longu eftir 1. útbjóðingarumfarið verða vit betri fyri. Men til 1. útbjóðingarumfarið eiga vit at fáa ta ekspertisu vit kunnu. Oljufyrisitingin hevur gjørt nógv burtur úr at útbúgva síni egnu fólk. M.a. hevur Herólvur Joensen, sum nú er leiðari, verið gjøgnum eina útbúgvingarprosess, men teir eru so fámentir í mun til tað oljufeløgini kunnu gera. Tí er tað óðamannaverk at fara undir eina fyrstu útbjóðing uttan eisini at brúka serfrøðingar uttanífrá. Tíðarætlanin kann halda Uppá fyrispurning um hann heldur vit klára at halda ætlaðu tíðarætlanina sigur Jóhannus Hansen, at ganga vit út frá, at uppskotið til oljulóg verður samtykt í nøkunlunda tí skapi tað er í í dag, so kunnu vit fáa eina útbjóðing á vári 98 ella kanska miðskeiðis í árinum. Men verður lógin ikki samtykt fyrr enn í februar ella seinni í 98, so er ivasamt, um vit megna at hava eina útbjóðingarrundu klára í 98. Týdningarmikið við politiskari viðgerð Hóast forarbeiðið undir lógaruppskotinum er bæði gott og nógv, so heldur Jóhannus Hansen, at politikararnir skulu gera sær sínar egnu tankar. -Eg skal viðganga, at lógaruppskotið er væl gjøgnumarbeitt, men vit mugu ikki gloyma, at hetta er ikki eitt politiskt verk men nakað, sum embætismenn hava greitt úr hondum. -Sum politikari eigur ein at hugsa seg væl um, áðrenn man sigur ja ella nei til tað, sum liggur á borðinum. Tað er einki í vegin fyri, at ein krevur broytingar ella partvísar broytingar í lógaruppskotinum. Víttgangandi heimildir til landsstýrið -Sær tú fyri tær viðurskifti í hesum uppskoti, sum kundu verið øðrvísi? -Tað er ilt at siga, men ein eigur at leggja sær í geyma, at lógaruppskotið gevur rættiliga víttgangandi heimildir til landsstýrið. Spurningurin er, um løgtingið ynskir tað. Samanbera vit við Noreg, so eru tað har oljufyrisitingin og stjórnin, sum koyra hesi málini. Tað er ikki so, at hvørja ferð tú vil hava ein spurning upp at venda, at hann so skal leggjast fyri tingið. Tað vil eisini vera ov tungt at arbeiða, um allir spurningar skulu vendast í løgtinginum. Men harfrá og so til at geva so víttgangandi heimildir til landsstýrið, sum lógaruppskotið leggur upp til, er nakað, sum tingmenn mugu taka støðu til, og tað er ikki vist, at teir halda tað vera beint. Jóhannus Hansen vísir eisini á, at tað er ein spurningur, um oljuráðleggingarnevndin hevur tikið hædd fyri øllum tí, sum politikararnir kanska vildu ynskt at fingið við. Tað kunnu so eisini vera ivamál, sum ein má taka støðu til og greiða. Eitt nú eru í grein 41 í lógini ásettar upphæddir um , hvat ein eigari av einum offshoreútbúnaði kann koma at hefta fyri. Har broytir ein uppá tær upphæddir, sum annars eru ásettar í sjólógini. Spurningurin er, um ein kann gera hetta, tí sjólógin er ikki føroyskt sermál. Tí er tað spurningurin, um tingið hevur heimild til at broyta uppá innihaldið í sjólógini gjøgnum lóg um oljuvirksemi. Eg meini avgjørt, at løgtingið skal hugsa seg væl um og at vera krittiskt yvirfyri slíkum. Fær tú ikki breiða semju um hetta, so fær tú trupulleikar framyvir. Vit spurdu Jóhannus Hansen, um hann hevði verið nøgdur við verandi lógaruppskot, um hann umboðaði eitt útlendskt oljufelag! -Tað er eingin ivi um, at oljufeløgini føla at serliga ábyrgdin fyri einumhvørjum skaða, sum hendir, er rættiliga strong. -Er tað skilagott av okkum at gera tað. -Eg trúgvi ikki, at tað verður hetta, sum fer at halda oljufeløgunum aftur við at fara inn í føroyska økið. Oljufeløgini eru mest áhugað í, hvussu treytir og reglur verða í sambandi við eina útbjóðing og síðani, hvørji øki verða boðin út ella hvørji ikki verða við í eini útbjóðing. Økini eru týdningarmikil Oljufeløgini ynskja sjálvandi at taka útgangsstøði í tí øki, har tey vita, at olja er, meðan føroyingar kanska kunnu hava onnur áhugamál. Velja føroyingar - ella verða teir tvingaðir til tess orsakað av marknaósemjuni, at halda ein part av teimum mest áhugaverdu økjunum uttan fyri, kann tað koma aftur um brekku seinni. Jóhannus Hansen heldur ikki, at føroyingar fáa nógvar tjansir, soleiðis at skilja, at fevnir fyrsta útbjóðing bara um nøkur lítið áhugaverd øki, og oljufeløgini einki finna har eftir nøkrum árum, so er vandi fyri, at áhugin fyri 2. útbjóðingarumfari verður nógv minni. -Tað hevði sjálvandi verið best, um marknatrætan varð loyst, áðrenn 1. útbjóðing varð lýst, men lógaruppskotið og skipanin eru bygd upp soleiðis, at tú kanst byrja eina útbjóðing, sjálvt um marknatrætan ikki er loyst. Hann ivast ikki í, at áhugin er tilsteðar hjá oljufeløgunum at vera við í eini 1. útbjóðingarrundu, men hon kann sum sagt lættliga kølna, um ein velur at halda tey mest áhugaverdu økini uttanfyri og ein so letur oljufeløgini leita í fleiri ár uttan at finna nakað. Leiting við Føroyar setir stór krøv Jóhannus E. Hansen grundgevur hetta við, at krøvini til at leita her um okkara leiðir eru rættiliga stór, og tað eru ikki nógv oljufeløg, sum hava orkuna, bæði fíggjarliga og tekniskt at leita á slíkum dýpum og umhvørvi. Hvat viðvíkur ávirkanini, sum henda vinna fer at hava á føroyska samfelagið, so heldur Jóhannus Hansen, at føroyingar avgera í stóran mun sjálvir, hvussu stóra ávirkan henda vinna skal hava á samfelagið. Føroyingar hava í lógaruppskotinum lagt upp til, at høvuðsreglan skal vera, at oljan verður tikin upp í Føroyum, og deils at føroyska arbeiðsmegi og tænastuveitingar skulu brúkast. Í hvønn mun tað skal gerast er upp til føroyingar sjálvar. Ein kann sleppa undan øllum teimum vansunum, sum standast av at fáa oljuna til lands í Føroyum við at føra hana aðrastaðni. Men tað hevur so eisini aðrar fyrimunir at føra hana í land. At ein skal brúka føroyska arbeiðsmegi er í sær sjálvum skilagott, men ein skal ansa eftir, at ein ikki drenar aðrar vinnur fyri arbeiðsmegi, tí so fær tað beinleiðis ávirkan á samfelagið. Verður ein rímulig javnvág í teimum krøvum, sum verða sett yvirfyri oljufeløgunum, hvussu føroysk arbeiðsmegi og tænastuveitingar skulu vera í Føroyum, verður árinið á føroyska vinnulívið annars ikki so stórt. Mest umráðandi í øllum hesum heldur Jóhannus Egholm Hansen er at finna eina breiða politiska semju. Fær tú ikki hana, so fær tú heldur ikki tann neyðuga friðin um eina vinnu, sum er so stór. Oljufeløgini mótpartur og samstarvspartnari Vit spurdu Jóhannus Hansen um vit eiga at meta oljufeløgini sum ein mótpart ella samarbeiðspart? -Tá tað kemur til tað kommerciella er eingin ivi um, at tey eru mótpartur. Men tey stóru oljufeløgini eru hóast alt so mikið professionell, at tey eru vælvitandi um, at bera tey seg illoyalt ella óhóskandi at, so hevur tað ikki bara skaðiliga ávirkan í teirra viðurskiftum mótvegis Føroyum. Tað hevur eisini ta ávirkan, at onnur lond vilja taka hetta til eftirtekar. -Tað, sum ein skal vera varugur við, er, tá ein kemur longur fram í útviklinginum, har oljan verður tikin upp. Í Norðsjónum síggja vit, at tað eru fleiri smá oljufeløg, sum bjóða seg til at útvinna teir síðstu droparnar úr feltum, sum tey stóru feløgini hava slept. Har kann tað so vera góð grund til yvirfyri teimum smærri oljufeløgunum, sum ein ikki kennir so nógv til, at vera varugur við, hvat tú gevur teimum av sømdum, og at tú fyrst og fremst tryggjar teg sjálvan búskaparliga, áðrenn tú gevur teimum loyvi. Helst stór og sterk oljufeløg -Eiga vit at loyva nógvum oljufeløgum at leita ella satsa uppá nøkur? -Eg haldi, at vit eiga at ansa væl eftir, at tey oljufeløgini, sum fáa loyvi, eru før fyri at lyfta uppgávuna. Tað eru nevniliga ikki nógv oljufeløg, sum hava royndir at leita eftir olju á stórum dýpum. Gevur tú loyvi til nøkur feløg, sum ikki eru før fyri at fullføra uppgávuna, og tey mugu sleppa endanum á hálvari leið, tá kann tað hava óhepnar fylgjur fyri alla leitigongdina sum heild. Borið okkum rætt at Tað undrar annars Jóhannus Hansen, at tað hevur eydnast føroyingum at skapa so stóran áhuga fyri føroyska økinum uttan at hava nakra serliga marknaðarføring av Føroyum sum oljuøki. Hann heldur annars, at føroyingar sum heild hava borið seg rætt at við tí máta, sum ein hevur tacklað allan oljuproblematikkin uppá eitt nú við ikki at fara út í nakrar stórar íløgur, áðrenn ein veit nakað við vissu. Eisini heldur hann, at tann skrivingin og upplýsingin sum hevur verið um hesa vinnu við vansum og fyrimunum, hevur gagnað føroysku sakini: at vit eru blivnir varugir við vandarnar samtíðis sum vit hava fingið oljufeløgini at venda eyguni henda vegin. Uttan fyri ES Nú situr Jóhannus Hansen í Danmark og arbeiðir. Sær hann okkara støðu at vera uttan fyri ES sum ein fyrimun í framtíðini! -Tað eru tvey øki, sum ES-rætturin hevur rættiliga stóra ávirkan á londini, sum eru limir í ES. Tað er kappingarlóggávan og harundir eisini spurningurin um at kunna áleggja oljuvinnuni at brúka føroyska arbeiðsmegi og tænastur. Tað hevði ein ikki kunnað, um vit vóru limir í ES. Jóhannus Hansen heldur ikki, at føroyingar eiga at bera ótta fyri, at eitt nú AP Møller skal fáa sersømdir framum onnur oljufeløg í sambandi við ta avtalu, sum er gjørd við Danmark. Tí tað fara onnur oljufeløg í ES ikki at góðtaka. Har fevnir kappingarlóggávan jú um øll limalondini. -Eg meini annars , at vit yvirtulka hesa avtaluna. Og sjálvt um nakað slíkt varð gjørt, so hevði hetta verið í stríð við ES-reglur. Eg eri sannførdur um, at hvørki danska stjórnin ella danskar fyritøkur kunnu seta fram krav um sersømdir, tí tey sum sagt tá koma í stríð við ES-lóggávuna. Jóhannus Hansen heldur eisini, at tað er rættiliga náttúrligt av føroyingum at hyggja eftir, hvussu danir og norðmenn arbeiða. -Annars haldi eg vit hava lyndi til at síggja spøkilsi alla staðni, har danir eru uppi í leikinum. Eg haldi ikki, at alt sum danir gera, er so útspekulerað, sum tað ofta verður gjørt til. Jóhannus Hansen heldur, at føroyingar kunnu hava fyrimunir av at bíða við at taka støðu til, um ein ynskir at vera við í nøkrum størri felagsskapi so sum ES, til ein veit, hvat ein leiting vísir. Vit mugu ikki bara hugsa um pengar ­ Tað nyttar ikki bara at hugsa um, hvussu nógvar pengar vit kunnu vinda burturúr oljuvinnuni. Forkoma vit náttúruni og tí góða í føroysku mentanini, er onki vunnið. Men skulu vit hinvegin hava nakað burturúr, er neyðugt at sleppa øvundsjúkuni og spjaðingarlyndinum og samstarva, tí hvørt sær megnar føroyskt vinnulív onki ­ Tað er alt avgerðandi, at vit líta rundanum okkum og hyggja eftir, hvørjar góðar royndir grannar okkara hava gjørt, og, hvørji mistøk teir hava gjørt. Vit hava allar fortreytir at fáa nakað gott burturúr oljuvinnuni, tí aðrir hava gjørt royndirnar - og mistøkini- fyri okkum... Nú Føroya Løgting í dag fer undir tað kanska týdningarmesta orðaskiftið í mong á - orðaskiftið um oljulógina - hava vit spurt ein gamlan rev, báði í føroyskum vinnulívi, og føroyskum politikki, Olaf Olsen á Glyvrum, hvat hann heldur, at vit avgjørt eiga at leggja dent á, og, hvussu vit avgjørt ikki eiga gera, skal oljuvinnan blíva eitt vælsignilsi fyri land og fólk, ístaðin fyri at enda við at forkoma okkum samfelagsliga, vinnuliga og mentanarliga Olaf Olsen heldur, at bera vit okkum rætt at, hava vit allar fortreytir fyri at koma styrkt burturúr eini møguligari oljuvinnu. Kunnu styrkja fiskivinnuna ­ Ikki minst hevur fiskivinnan møguleikan at koma styrkt burturúr eini møguligari oljuvinnu. ­ Men tað krevur, at vit føra ein miðvísan politikk og hyggja eftir, hvussu onnur hava borið seg at. Olaf Olsen er ikki samdur við teimum sum eru sannførd um, at oljuvinnan fer at beina fyri fiskivinnuni, tí hon verður ikki kappingarfør í lønum Men vandin er ovurhonds stórur, føra vit ikki ein miðvísan politikk. ­ Báði Noreg og Danmark hava varðveitt, og styrkt, fiskivinnuna hesi árini, tey hava havt oljuna. ­ Sjálvandi hevur tað eisini havt sína ávirkan, og broytt bygnaðin í fiskivinnuni, at fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar samstundis. Hinvegin er fiskivinnan í Bretlandi minkað. Men tað er hon eisini í Týsklandi, og øðrum londum, sum ikki hava havt olju. Pengarnar í stuðulsgrunn Serliga hugtikin er Olaf Olsen av gongdini í Hetlandi. ­ Hetland er eitt land, sum líkist Føroyum, eitt lítið oyggjaland, sum livdi mest av fiskivinnu. ­ Áðrenn oljuvinnuna, høvdu teir ein ógvuliga tilafturskomnan fiskiflota, nógv vánaligari enn tann føroyska, og teir høvdu at kalla ongan fiskiídnað. ­ Í dag hava teir endurnýggja fiskiflotan til at vera nógv frammaligari enn tann føroyska, og teir hava harafturat bygt upp ein rættiliga nýmótans fiskiídnað. Olaf Olsen sigur, at hetlendingar hava sett oljupengar í grunn, sum hevur stuðlað fiskivinnuni í stórum, og hann eigur ein stóran part í æruni av, at tað hevur eydnast teimum at byggja fiskivinnuna upp. Og tað heldur hann eisini eisini eigur at verða gjørt í Føroyum. ­ Ikki sum rakstrarstuðul, men sum íløgustuðul, tí tað vísir seg at vera skjótt at missa tamarhaldið á rakstrarstuðuli. Hinvegin verður íløgustuðul nógv brúktur aðrastaðni, so tað er lættari at forsvara fyri umheiminum at lata stuðul tann vegin. ­ At hetlendingar so annars halda seg hava fingið ov lítið burturúr oljuvinnuni, er ein onnur søga, og hevur helst samband við, at teir eru í nógv tættari knýttir at Onglandi, enn vit eru at Danmark. Ikki bera okkum býtt at Olaf Olsen sigur, at vit hava allar fortreytir fyri at fáa sum mest burturúr møguligum oljuinntøkum. ­ Tað skuldi verið óneyðugt at alt bleiv forkomið. ­ Tað skuldi eisini verið óneyðugt hjá okkum at verðið noydd at trilva okkum fram. Hetlendingar og onnur, hava gjørt royndirnar fyri okkum. ­ Tað mest umráðandi av øllum er, at vit hyggja eftir, hvørjar royndir, onnur hava gjørt, so vit ikki bara koyra ahead, fram eftir fummum. Hinvegin heldur Olaf Olsen, at vit tíverri altíð hava havt lyndi til endirtaka mistøkini hjá øðrum. ­ Tað vísir seg at vera trupult hjá okkum at læra, so eg veit ikki, leggur hann afturat. Meiri fongd við øvundsjúku Olaf Olsen heldur, at tað, sum liggur nærmast hjá føroyingum at fáa nakað burturúr oljuvinnuni, er at sigla við oljuskipum, útgerðarskipum og "stand by skipum. ­ Men harmiligt er tað, at vit ikki klára at standa fyri nøkrum sjálvir. Kanska er tað av penganeyð. Men hví selja okkara skip til hollendsk reiðarí- og so manna tey aftur við føroyingum, sum vit hava nógv dømi um seinastu tíðina. Olaf Olsen sigur, at tað vísir seg, at føroyingar kunnu brúkast allastaðni, eisini í góðum størvum. Og vit duga eisini ganga undan og byggja upp. ­ Vit hava bygt trolaraflotan í Grønlandi upp. ­ Vit lærdu norðmenn at fiska við troli. Vit hava staðið á odda fyri kanadiska rækjutrolaraflotanum og vit vóru høvuðsmenn í danska nótafiskiskapinum. ­ Og vit eiga enntá ein stóran leiklut í endurreisingini av russiska flotanum. ­ Men hetta er alt uttanlands. Og hóast vit standa okkum í fremstu røð uttanlands, knípur at finna stevið herheima. ­ Í Føroyum duga føroyingar ikki at samstarva. Eg veit ikki hví. Kanska er frágreiðingin tann einfalda, at landið er so lítið. ­ Men vita skulu vit, at oljuvinnan er so stórt mál, at hon krevur, at allir føroyingar, sum kunnu vera í henni, arbeiða saman. ­ Men tað trúgvi eg innast inni ikki reiðiliga uppá, fer at eydnast okkum. Tí tað plaga vit ikki, sigur Olaf Olsen. Hann sigur, at hann veit ikki um tað er tað, at føroyingar eru so illgrunasamir ímóti hvørjum øðrum. Hann vil heldur ikki at siga, at vit eru øvundsjúkari enn onnur fólkasløg. ­ Men tað skerst ikki burtur, at eitt lítið samfelag er meiri fongt við øvundsjúku, enn eitt stórt samfelag ­ Men hinvegin: Táið vit vita tað, átti tað at eisini at borið til at mótvirka tí, leggur hann afturat. Olaf Olsen, sigur at vit koma sjálvandi ikki at eiga oljufelag sjálvir. ­ Men vit kunnu verða millumleiðarar. ­ Men tað er einki at ivast í, at tað ber til at standa fyri í ymsum vinnum, sum hanga uppií oljuvinnuni. ­ T.d. í "stand by^3 vinnuni og útgerðarvinnuni. ­ Somuleiðis er tað upplagt, at tænastuvinnan á landi er á føroyskum hondum. Men her er tað so, at vit renna okkum í tað eyðkendu Føroyasjúkuna, sum er spjaðingarlyndi, heldur enn samanhald. ­ Oljuvinnan er so umfatandi, at tað førir ikki til nakað sum helst, um hvør Hanus og Janus roynir at troka seg og síni framat. ­ Kunnu fyritøkurnar ikki finna saman í samtøk, og bjóða seg fram í felag, koma vit onga leið í oljuvinnuni ­ Tá fer ongin eyga á okkum í oljulandslagnum, og vit skulu slett ikki gera okkum vónir um at gera okkum galdandi í føroysku oljuvinnuni, og enn minni skulu vit gera okkum vónir um at byggja upp eina vinnu, sum kann gera seg galdandi uttanlands. ­ Fyri at taka tvey tilvildarligt dømi, er tað neyðugt at fleiri smiðjur, ella fleiri elektronikkmekanikarar, taka seg sama í eitt stórt samtak og bjóða seg fram í felag, heldur Olaf Olsen. Ikki bara hugsa um pengar Olaf Olsen heldur, at í ávísan mun kunnu politikarar seta oljulógina soleiðis saman, at hon er so góð fyri Føroyar, sum gjørligt. Og tað gera teir við m.a. at gera eina oljulóg, sum tryggjar, at vit fáa sum mest burturúr oljuvinnuni. ­ Men mugu ikki bara hugsa um pengar. Tí oljulógin má eisini tryggja, at alt tað góða, vit hava, ikki fer fyri skeyti. Olaf Olsen sigur, at hann hugsar um fiskivinnuna, sum helst skal yvirliva olju vinnuna. Men hann hugsar eisini um tað góða í føroysku mentanini. ­ Vit mugu bera so í bandi, at tað góða í føroyskari mentan fer fyri bakka. ­ Verður nøkur oljuvinna av týdningi í Føroyum, verður trýstið á okkara mentan øgiligt. ­ Tey fólk, sum koma higar at arbeiða stutta tíð í oljuvinnuni, vilja uttan iva helst liva í Føroyum, sum tey eru von at liva heima. ­ Og tað vildi verið óheppið at gjørt Føroyar til eina stóra spælihøll, ella eitt stórt kasino hjá útlendingum við einum náttarlívi, vit ikki eru von við. Olaf Olsen sigur, at hetta hevur ikki beinleiðis nakað við oljulógina at gera. Men tað vera avleiðingarnar av henni, um vit geva teimum, sum higar koma, so leysar teymar, at teir halda, at teir kunnu liva og láta, sum teimum lystir. Kolan ov lítil Sjálvur stóð Olaf Olsen á sinni á odda fyri einum lítlum oljufelag, sum skipafelagið stovnaði fyri nógvum árum síðani undir tí frálíka, sniðfundiga oljunavninum "Kolan^3. Men tað felagið er ikki virkið longur, og ongar ætlanir eru um at blása lív í tað aftur, sigur Olaf Olsen. Hann heldur, at tað er ov lítið at gera seg galdandi. Hinvegin heldur hann, at Føroya Oljuídnaður kundi verið eitt hóskandi útgangsstøði til at samla og samskipa áhugamálini at gjørt eitt felag burturúr. Merkja makrel Írar hava merkt makrel og vilja fegnir hava merkir, sum fólk finna, aftursend Edvard Joensen Írska fiskirannsóknarstovan, Fisheries Research Center, hevur í 1997 merkt makrel í Donnegal Bay. Endamálið við merkingini er at kanna ferðingina hjá makrelinum í írskum sjógvi umframt at vita, hvussu nógv kemur undan. Makrelurin, sum merktur er, hevur eitt gult merkið aftan fyri fremstu ryggfjøðurina. Ein vinningur, sum er ein T-shirt, verður latin fyri hvørt merkið, sum verður latið innaftur. Funnin merki kunnu latast til: Mr. Jon Molloy Marine Institute Fisheries Research Centre Abbotstown Dublin 15 (01-8210111) ella Fisheries Laboratory Killibegs (073- 31021) Kvinnurnar fáa ikki arbeiði Talið av fólki, sum standa skrásett sum tøk á arbeiðsmarknaðinum, er eftir einum ári minkað úr 1637 niður í 1195 fólk. Tað er í flestu bygdum, at fleiri fólk nú aftur eru í vinnu. Hetta stendur at lesa í nýggjastu Hagtíðindum, og tølini eru uppgjørd, eftir at triði ársfjórðingur var úti. Men tølini yvir arbeiðsleys hava nakrar slagsíður, og ein av teimum er, at nú eru meira enn tvær ferðir so nógvar kvinnur sum menn arbeiðsleysar. Tað er ikki nýtt, at arbeiðsleysu kvinnurnar eru í meirluta. 1. november í fjør stóðu 980 kvinnur skrásettar sum tøkur og 657 menn. Nú 1. november var talið av arbeiðstøkum monnum minkað heilt niður í 383, men framvegis eru 812 kvinnur tøkar á arbeiðsmarknaðinum. Viot kunnu her nevna nakrar bygdir, hvussu arbeiðsloysið er býtt millum kynini. Vestmanna: 18 kvinnur og 4 menn. Runavík: 34 kvinur og 13 menn. Klaksvík: 68 kvinnur og 32 menn. Gøta: 20 kvinnur og 0 menn. Kollafjørður: 18 kvinnur og 5 menn. Sørvágur: 21 kvinnur og 5 menn. Miðvágur: 25 kvinnur og 6 menn. Eiði: 22 kvinnur og 4 menn. Fuglafjørður: 74 kvinnur og 17 menn. Hetta kundi bent á minni arbeiði á fiskavirkjum, nú so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum. Ein orsøk, also. Færri og færri fáa útgjald frá ALS, men hagtølini avdúka, at tað nú finst ein stórur bólkur av arbeiðsleysum, sum ikki fær frá ALS. Tey livað bara av forsorgarhjálp frá Almannastovuni. Hesi fólk eru nú 55 í tali, t.v.s. helvtin av teimum í ALS Eitt norðurlendskt herðaklappp Sum fyrsti føroyingur fær Birgir Kruse Kruse ferðalegat frá norðurlendsku nevndini NORDBOK fyri mentanarsendingar sínar í útvarpinum Í ár eru 20 ár liðin, síðan Birgir Kruse gjørdi sína fyrstu útvarpssending. Síðan hevur hann javnan verið at hoyrt í útvarpinum, einamest við tónleikasendingum, men seinastu árini hevur hann eisini havt mentanarsendingar um annað eisini. Og tað fær hann nú eitt norðurlendskt herðaklapp fyri. NORDBOK, sum er ein nevnd undir Norðurlendska Ráðharrastovninum, avgjørdi á fundi mikudagin at geva Birgiri Kruse eina journalist-virðisløn, sum er eitt ferðalegat fyri sendirøðinaVetrarbreytin. Henda virðislønin verður latin fyri journalistiskt avrik, sum hevur stimbrað áhugan fyri og vakt kunnleika um norðurlendskar bókmentir. Virðislønin kann verða latin fyri greinir, reportagur, essays e.a. Ferðalegatið er 25.000 krónur. Virðislønin hevur verið latin fimm ferðir, og hetta er fyrsta ferðin, hon verður latin einum føroyingi. Tey smáu norðurlendsku londini eru væl umboðað í nevndini í NORDBO, og nevndarlimirnir eru rithøvundar og bókasavnsfólk. Føroyski nevndarlimurin er Hanus Andreassen, og varamaður er Martin Næs, sum luttók á fundinum hesu ferð. Birgir Kruse visti ikki, at hann skuldi hava hesa virðislønina, fyrr enn Martin Næs ringdi til hansara úr útlondum mikudagin við tíðindunum. Hann fekk tó herfyri varhugan av, at okkurt var á vási, tí hann hevði frætt, at teir høvdu spurt í útvarpuinum eftir handritum hansara til sendingarnar. - Sjálvandi eri eg fegin, og virðislønin er eisini eitt herðaklapp til freelance-arbeiðið, sigur Birgir. Virðislønina fær hann handaða, tá nevndin í NORDBOK hevur fund í Føroyum næsta summar. Nevndin í NORDBOK sigur m.a. í grundgevsing síni fyri at lata Birgiri Kruse virðislønin, at í eini sending uppá 60 minuttir hvørja viku hevur hann megnað at givið lurtarunum innlit í heimin fagra bókmentaliga heimin, sum vit altíð eru umgyrd av. Umframt ta føroysku hevur hann haraftrat verið medvitandi um, at tað eisini finst ein heimur uttanfyri. Við hjálp frá føroyskum rithøvundum, kritikarum og bókavørðum, sum hava luttikið í sendingum hansara, hevur Birgir Kruse greitt lurtarunum frá tí týdninarmiklasta, sum fer fram í norðurlendska bókmentaheiminum beint nú. - Birgir Kruse hevur gjørt eitt frálíkt arbeiði við at seta saman fagrar bókmentir við drama ella við filmin. Nevndar eiga at verða sendingar um framførdar sjónleikir ella filmar frammi í tíðini, sum allir byggja á fagurbókmentalig verk, t.d. Jerusalem, Benjamin Dúfa og seinast Barbara. - Birgir Kruse hevur við sendingini Á Vetrarbreytini í Føroyum gjørt eitt einastandandi avrik fyri at boða kunnleikan um norðurlendskar bókmentir. Hann hevur ikki bara gjørt eina innihaldsríka sending, men eisini eina útvarpssending, sum lurtararnir hava verið glaðir fyri, sigur NORDBOK: The Peacemaker Sum liður í avdubbingini eru tíggju russisk spreingihøvd á veg at verða desarmerað. Á odda fyri hesi spennandi jagstran síggjast Nicole Kidman og George Clooney sum Kelly og Devoe Brádliga verður ein kjarnorkuspreinging skrásett. Stjórnirnar um allan heimin seta allar trygdarskipanirnar í verk og ikki minst kjarnorkusmuglarabólkurin undir teimum Hvítu Húsunum. Tað er jú bert ein av bumbunum, sum er sprongd. Spurningurin er, hvar hinar níggju eru, og hvagar tær eru á veg. Á odda fyri jagstranini eftir horvnu spreingihøvdunum er Dr. Julia Kelly og Tom Devoe, obertur. Hon kennir allar tær røttu kanalirnar, men í eini spentari støðu er tað nú gott, at hann skilir at arbeiða eftir instinktinum. Sporið leiðir tey via Wien, har tey næstan verða likviderað av russisku mafiuni, til ein anonyman lastbil eitt stað í Kaukasus. Her verða tey noydd at handla í stríð við allar reglar fyri at steðga teirri lívshættisligu lastini, áðrenn hon endar hjá hugaðum keyparum í krúttunnuni í Miðeystri. Men jagstranin endar ikki her. Tann síðsta bumban er avmonterað, so han kann krógvast í einum ryggsekki, og hon er á veg móti einum ókendum máli. Hesa ferð mugu Kelly og Devoe leita tættari heimlandinum, enn tey vilja. Niðurteljingini er farin í gongd í miðbýnum í New York! Á odda fyri hesi spennandi jagstran síggjast Nicole Kidman og George Clooney sum Kelly og Devoe. Mili Leder hevur leikstjórnað. Tónleikarar í toppformi Og tað vóru áhoyrararnir eisini hetta kvøldið saman við duoini Veski/Kalluste, tó at teir ikki vóru fleiri enn einir 30-40. Sjálvt um tað í skránni stóð, at tað skuldi vera ein klassisk konsert, so gjørdi Norðurlandahúsið í Útvarpinum vart við, at tað heldur var jaz zur, ið hesir báðir estlendingarnir framførdu. Fjøldin visti ikki rættiliga, hvat hon kundi vænta sær. Onkur helt tað vera klassiskan jazz, meðan onkur annar hevði fingið ta fatan, at mentanarvikan bara hevði fólkatónleik at bjóða uppá. Tey høvdu øll eins nógv rætt, sum tey høvdu skeivt, tí at tilfarið var ein samankókaður pottur av vitbornum spæli við tónleikasløgum. Teir løgdu út við at spæla modernaðan jazz við íblástri úr gomlum estlendskum og norðurlendskum fólkatónleiki, og vit á áhoyraraplássunum hildu okkum beinanvegin hava sett teir í bás. Sum teir sjálvir greiddu frá, so høvdu teir í sambandi við mentanarvikuna sett saman eina skrá av tónleiki við uppruna í baltiskari og norðurlendskari mentan. Men teir høvdu ikki meira enn sett á tað, so sleptu teir tí fyri at fara um nýútsettan klassiskan tónleik hjá Grieg til spanskt flamenco, og vit sluppu tá av álvara at hoyra, at tað vóru virtuosar á hvør sínum ljóðføri, sum so einsamallir stóðu á stóra pallinum í Norðurlandahúsinum. Tað hevði óivað frøtt onkran av mongu harmonikuspælarunum í landinum at hoyrt, hvat hesin snillingurin kundi fáa burturúr hormonikuni! Kjølfestið var tó altíð í tí baltiska og norðurlendska. Sjálvt tá ið teir leitaðu til Spania, samantvunnu teir tað við samiskar rútmur, og tað var týðiligt, at skráin var skilvíst samansett. Humor Kanska 40 fólk í hesum stóra salinum - og harav ein fittur partur baltar, sum hoyrdu til ferðalagið, men tað kendist als ikki tómligt inni. Tónleikararnir báðir fyltu salin, og fólk føldu seg væl í hesi persónligu og hugnaligu framførslu. Samskiftið við áhoyraran var heilt týðiligt og bleiv beinleiðis ítøkilig, tá teir í sambandi við eitt av eykaløgunum (teir vórðu klappaðir innaftur tríggjar ferðir!) spurdu fólk, hvat tey vildu hoyra. Skemt merkti framførsluna - bæði tónleikin og prátið hjá teimum, og salurin sat í heilum og flenti. Hýrurin var góður, tá teir at enda lokkaði fólk aftaná sær út úr salinum, meðan teir spældu. Tað var skilligt, at stjórin í Norðurlandahúsinum sá eitt sindur forfjónaður út um lítlu áskoðarafjøldina. Men eg mátti geva andlitsbrái hansara rætt: Tað er óluksáliga synd, at tá ið tað endiliga koma so góðir tónleikarar hendavegin, so er ikki ein sál og lurtar... Framsýning í smiðjuni í Lítluvík Teir báðir kendu listamenninir, Olivur við Neyst og Torbjørn Olsen, lata í dag upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin er opin alt vikuskifti og endar sunnudagin Teir báðir listamanninir, Olivur við Neyst og Torbjørn Olsen, lata í dag upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Á framsýningini verða mestsum bara heilt nýggjar myndir, siga teir. Torbjørn Olsen sigur, at hansara eru allar frá í summar, meðan Olivur við Neyst sigur, at hjá honum er onkur, sum hevur ligið eina tíð. Umleið tjúgu verk verða við á framsýningini, sigur Torbjørn Olsen. Framsýningin er opin alt vikuskiftið. Latið verður upp í dag klokkan 14.oo, og opið verður til klokkan 18. Leygardagin er opið somu tíðir, meðan tað verður opið eitt sindur longri sunnudagin. Tá letur ikki aftur fyrr enn klokkan 20 á kvøldi. Torbjørn Olsen sigur, at av hansara myndum eru nógvar úr Sundalagnum. Og eitt evni, sum gongur aftur í myndunum, er brúgvin um Sundalagið. Olivur við Neyst hevur myndir, sum fyri tað mesta mynda útsýnið úr vindeyganum í atelierinum. Nógvar teirra vísa Vágsbotn, sigur hann. Onkur er tó aðrastaðni frá kortini. Til dømis er ein úr Hattarvík. Tríggjar barnabøkur Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út tríggjar barnabøkur: Atenaide Arpone DELFININ. Franca Trabacchi teknaði og Eyðna Magnussen týddi. DELFININ er lítil smábarnabók, har lítla delfinin Alfa sigur okkum frá delfinlívinum. Hon veksur upp í einum stórum bólki. Tær vaksnu delfinirnar læra hana, hvussu hon skal verja seg fyri øðrum dýrum, og hvussu hon skal lívbjarga sær. Eins og í bókini um Pandabjørnina eru allir upplýsingar so álítandi, sum til ber. Delfinin er 24 bls. í litum við stívari kápu. Spf. Gramar stóð fyri prentgerðini. Hon kostar kr. 38. Astrid Lindgren 325. SKÁLKABRAGD EMILS. Bjørn Berg teknaði og Heine Petersen týddi. 325. SKÁLKABRAGD EMILS. Hann kenna øll, Emil í Lønnibergi, sum býr á Kattholti, lítla garðinum í Smålandi. Har trivust øll væl, men arbeiðskonan, Lina, helt kortini, at har var ikki bara gott at vera: >>Víst bagir eisini okkurt her. Allur kavin um veturin og allar flugurnar um summarið! Og so Emil, sum ger skálkabrøgd bæði summar og vetur.<< Hesum hevði hon rætt í men síðsta skálkabragdi Emils høvdu flugurnar alla skyldina í. Mamma Emils vildi nevniliga sleppa at keypa flugufangarar, men tað vildi pápi Emils als ikki. Teir kostaðu jú 10 oyru hvør! Tí mátti Emil taka málið í egnar hendur, og tí gekk tað, sum tað gekk - hetta bleiv nevniliga 325. Skálkabragd Emils. 325. skálkabragd Emils er 62 síður við litmyndum og stívari kápu. Spf. Gramar stóð fyri prentgerðini, og bókin kostar kr. 90 í bókhandlunum. Inger Brattström YNSKISROSSIÐ: Margreta Nordqvist teknaði og Jákup í Skemmuni týddi. YNSKISROSSIÐ er frálík bók til øll stór børn, ið dáma hestar. Bókin snýr seg um níggju ára gomlu Maluna, sum mest av øllum ynskir sær ein hest. Á øllum ynskilistum hennara stendur bara tað eina orðið HEST. Hetta ynski er so brennandi, at tá ið hon ein dagin hoyrir geykin láta ku-ku í trænum beint framman fyri sær, veit hon akkurát, hvat hon skal ynskja sær. Og hon er eisini sannførd um, at ynskið fer at gang aút. Tí verður hon als ikki bilsin, tá ið hon lítla løtu seinni kemur fram á ein stóran arbeiðshest fyri vogni, sum stendur har í nánd. Hetta má vera hennara hestur. Men hvar skal hon fara við honum? Hon er vís í, at mamman fer ikki at trúgva sær ... Ynskisrossið er spennandi og innilig bók, sum umframt at snúgva seg um sambandið millum rossið og gentuna, eisini viðgerð familjuviðurskifti, serliga hetta at kenna seg einsamallan, tá ið eitt nógv yngri systkin er komið, sum stjelur alla tíðina hjá foreldrunum. Ynskisrossið er 72 bls. við myndum og linari kápu. Bókin er umbrotin, prentað og heft á Dimmalætting og kostar kr. 90. Páskaódnin Nýggj skaldsøga eftir Jóanes Nielsen Páskaódnin eftir Jóanes Nielsen >>Páskaódnin<< er ein ógvuslig og undirhaldandi skaldsøga um avleiðingarnar av einum ódnarveðri. Leikur fer fram í Havn og er somuleiðis ein roynd at lýsa nútímans føroyska samfelagið. Í fyrsta kapitli við tí rámandi titlinum >>Havnin er eitt syndugt hol<<, verður sagt frá, hvussu Havnará í einum áarføri slítur sínar leinkjur og fyllir miðstaðarøkið við lorti. Fólk blaka seg inn í bilarnar og rýma úr býnum eins og forfedrarnir á sinni undan turkunum niðan í fjøllini. Men hesaferð er tað í flestu førum bara niðan á Hotel Føroyar. Í >>Páskaódnini<< fylgja vit síðani ymiskum lagnum. Fyrst fara vit á miðjari illverðursnátt niður í kjallaran við blaðstjóranum Arthuri Berg. Har finnur hann høvdið á einum vinmanni saltað niður í eina spann. Og so kann spælið rættiliga taka við. Aðrir luttakarar eru Magnus Dahl, sum hevur ilt við at halda seg frá tí váta slagnum, fyristøðukvinnan á Ellisheiminum, frøkun Jalstoft, rekavættið Oskar Íslendingur, kloakkmeistarin Nikkels Holm og mong, mong onnur. Saman gera tey ein villan snurridans, har Havnin og tann typta høvuðskloakkin hava stóran leiklut. Jóanes Nielsen: Páskaódnin. Skaldsøga. Mentunargrunnur Studentafelagsins, 177 s. kr. 220. Modelkappingin verður eftir jól Orsakað av ov lítlari undirtøku, er ætlaða modelundirvísingin hjá íslendska modelskúlanum John Casablancas útsett til eftir jól Ætlaða modelundirvísingin hjá Skóla John Casablancas úr Reykjavík er útsett til eftir jól. Grundin er, at undirtøkan var ov lítil. Kolbrún Aðalsteinsdóttir, leiðari á skúlanum, sigur, at undirtøkan var so lítil, at tey hildu frægast vera at útseta. Men ætlanin er ikki slept kortini, sigur Kolla. Tey ætla at koma hendan vegin einaferð í januar mánaða komandi. Ein av grundunum til, at fólk hildu seg aftur, var, at luttøkugjaldið ivaleyst varð í hægra lagi. Hetta verður lækkað, sigur Kolla. Eisini fall hendan fyrsta ætlanin saman við, at fólk eru í ferð við at fyrireika jólini. Ungfólk, sum mest verður satsað uppá, eru til roynd í skúlanum um dagarnar, umframt at eitt sindur trupult var at fá høli við so stuttum skotbráði. Nógv fólk hava vent sær til Sosialin fyri at frætta meira um hendan skúlan, so áhugin tykist hóast alt vera millum fólk. Men eitt, sum eyðkennir, er, at tað bara tykjast vera ungar gentur, sum eru áhugaðar. Hetta er í grundini eitt sindur løgið, tí skúlin hevur lært ikki so fáa ungar menn upp til at gerast topmodel. Eisini úti í stóra mótaheiminum, har jú eisini er brúk fyri manligum modellum. Kolla sigur seg vóna, at føroyskir dreingir kasta smædni av sær og vísa áhuga fyri tiltakinum, tá tey koma hendan veg komandi ár. Sagt verður frá aftur í blaðnum, tá fastlagt er, nær og hvar tiltakið verður í januar mánaða. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Hondbóltshagtøl Hondbóltur: Úrslit av og málskjúttar í dystunum mikukvøldið 1. deild menn, 19. november Kyndil-Neistin 32-28 (19-13) Kyndil: Bárður Johannesen 9, Hannis Wardum 7, Dia Midjord 5, Uni Wardum 4, Høgni Hansen 4, Hans A. N. Dahl 2, Bárður Mikkelsen Neistin: Kári Mortensen 7, Benny Vium 6, Páll Nolsoy 5, Finnur Petersen 2, Karl Oddmar Samuelsen 2, Rani Slættanes 2, Svenning Hansen, Høgni í Jákupsstovu, Ari Rouch, Carsten Andersen Støðan 1. VÍF54-0-1154-968 2. H7154-0-1131-1228 3. Kyndil53-0-2129-1266 4. StÍF52-1-2131-1235 5. KÍF51-0-4118-1332 6. Neistin50-1-4119-1511 Næstu dystirnir 22/11 StÍF-H71 23/11 KÍF-Neistin 26/11 Kyndil-VÍF 1. deild kvinnur, 19. november Kyndil-Neistin 17-15 (13-8) Kyndil: Inga F. Danberg 9, Durita Rouch 2, Rúna Wardum 2, Kára á Dunga, Bjørg Patursson Neistin: Lotte Sørensen 6, Jórun Ludvig 3, Ann Hansen 2, Beinta Sørensen 2, Brynhild Klein 2, Frida Johannesen, Jacklin Durhuus Støðan 1. Kyndil54-0-1130-998 2. Neistin54-0-1103-858 3. StÍF54-0-1113-1028 4. GÍ51-0-4107-1242 5. Stjørnan51-0-498-1192 6. VB51-0-494-1202 Næstu dystirnir 23/11 Stjørnan-Kyndil 23/11 VB-Neistin 26/11 StÍF-GÍ Eyðun Klakkstein Nógv mál í grannadystinum hjá monnum Hondbóltur: Neistin vann seinastu 10 minuttirnar ruddiliga, men tað nyttaði einki samanlagt 1. deild menn: Kyndil-Neistin 32-28 Kyndil vann eisini grannadystin hjá monnunum, sum varð spældur eftir toppdystin hjá kvinnunum. Nógv mál komu í dystinum, og Kyndil hevði frá byrjan munin. Fyrsta partin av dystinum kláraði Neistin at fylgja, við, men tá Kyndil fyri fyrstu ferð rættiliga fór fram um, tá teir gjørdu tað til 8-5, fekk Neistin ikki fatur í aftur. Í hálvleikinum var støðan 19-13 til Kyndil, og í seinna hálvleiki øktu teir um leiðsluna. Tá 10 minuttir vóru eftir at spæla, var Kyndil frammanfyri við 10 málum, 29-19, men tá tók Neistin sær um reiggj, og hóast tíðin var ov knøpp og munurin ov stórur til at fáa nakað stig burtur úr dystinum minkaðu teir nógv um Kyndlaleiðsluna seinastu 10 minuttirnar. Kyndil gjørdi trý mál hendan partin av dystinum, meðan Neistin gjørdi heili 9 mál. Endaliga úrslitið var 32-28 til Kyndil. Kyndil kláraði tað Hondbóltur: Rómurin var óførur tá kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum spældu toppdyst mikukvøldið, og fyri einaferð skuld vann Kyndil 1. deild kvinnur: Kyndil-Neistin 17-15 (13-8) Kyndil kláraði tað. Tær kláraðu at vinna odda- og grannadystin móti Neistanum, og tær kláraðu at fóta sær, tá Neistin hevði vunnið øll fimm málini innaftur, tá bert tveir minuttir manglaðu av tætta dystium. Dysturin millum Kyndil og Neistan gjørdist júst so tættur og spennandi, sum lagt varð upp til frammanundan. Umstøðurnar vóru góðar at spæla undir, fleiri enn 300 áskoðarar vóru til dystin, og trummurnar og rópini dundu allan dystin. Ikki minst høvdu áskoðararnir hjá Kyndli gjørt seg út til, at nú skuldi tað verða, og stuðulin Kyndlaliðið fekk, mundi vera viðvirkandi til sigurin. Kyndil betri frá byrjan Kyndil legði harðliga fyri, og fyrra hálvleik vístu tær gott spæl, bæði í verju og í álopinum. Tær høvdu veruliga takið á bláa meistaraliðnum, og fyrsta korterið av dystinum varð Neistin niðurspældur. Kyndil kom fram um heili 8-1, áðrenn Neistin fótaði sær, og fram móti hálvleikssteðgin minkaði Neistin um munin, so hann var fimm mál í hálvleikinum, 13-8 til Kyndil. Seinni hálvleikur byrjaði eitt sindur rótutur, við tveimum útvísingum beinanvegin, og Neistin hevði sett í seg, at nú skuldu tær taka seg innaftur á Kyndil. Tær fóru í gongd við slíkum stríðsvilja, at Kyndlaliðið hevði ilt við at finna rútmuna frá fyrra hálva tímanum, og tær steðgaðu eisini upp. Stríðið harðnaði Frá sætta minutti til 26. minutt fekk Kyndil einki mál, og hetta tíðarskeið togaði Neistin seg spakuliga inn á Kyndil. Langt var ímillum málini í seinna hálvleiki, Kyndil fekk bert fýra og Nistin sjey, og tað komst helst partvís av , at so stór orka var løgd í at steðga mótstøðuliðnum í verjuni, og at liðini ikk høvdu eydnuna við sær, tá tær royndu seg móti málinum. Tað varð týðuligt, at stríðið gjørdist harðari í seinna hálvleiki, og dómaraparið gav samanlagt átta útvísingar seinna hálva tíman. Kára á Dunga hjá Neistanum fekk tríggjar útvísingar, og tí eisini reyða kortið. Stóð á jøvnum beint fyri leiklok Og spenningurin vaks so hvørt sum seinni hálvleikur leið, og tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum kom spenningurin í hæddina, tí tá javnaði Inga F. Danberg, sum gjørdi 9 av teimum 15 málunum hjá Neistanum, til 15-15. Men tá Kyndil so fór aftur í álop, eyndaðist tað Ann Hansen at gera forloysandi málið, og tá Neistin síðani ikki kláraði at fáa mál í sínum álopi, kundi Lotte Sørensen staðfesta sigurin við at skora uppá síðsta brotskastið í dystinum. Kyndil hevði vunnið, og kvinnurnar, sum vanliga mugu lúta fyri Neistaliðnum, vóru ovurfegnar um sigurin. Nú liggja tær á odda, men bæði Neistin og Kyndil hava eins nógv stig og Kyndil. Kyndlavenjarin, Sophus Dal-Christiansen, var eisini í góðum skørðum eftir dystin. ­ Sjálvt tá tað gekk illa í seinna hálvleiki trúði eg uppá at vit fóru at vinna, og tað eydnaðist okkum eisini. Tá tað stóð á móti endanum av dystinum, tóku okkara spælarar seg saman, og so vunnu vit, segði hann við Ítróttarsosialin eftir dystin. Føroyar tvey pláss aftur á FIFA-styrkislistanum Fótbóltur: Men vit eru framvegis frammanfyri aðrar smáar europeiskar fótbóltstjóðir Føroyar eru farnar tvey pláss aftur á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA. Føroyar eu nú nummar 118 av 192 londum. Vit eru tó framvegis frammanfyri lond sum Malta, Luxemburg og Liechtenstein. Albania er eitt pláss frammanfyri okkum. Danmark er eisini farið tvey pláss aftur og er nú nummar 8. Noregi er nummar 14 og Svøríki nummar 15. Finland, sum hevru tikið seg nógv fram, er heilt afturi á einum 61. plássi, og okkara grannar í vestri, Ísland, liggja sum nummar 74. Ovast á styrkislistanum er enn sum áður Brasil, Týskland er nr. 2, Spania nr. 3, Kekkia nr. 4, Rumenia nr. 5, England nr. 6, Frakland nr, 7, Danmark nr. 8, Columbia nr. 9, og Italia nr. 10. FCK í semifinaluna í steypakappingini Fótbóltur: Felagið hjá Toda Jónssyni vann mikukvøldið á AGF í kvartfinaluni FC Keypmannahavn spældi seg mikukvøldið í semifinaluna í donsku steypakappingini. FCK spældi á heimavølli móti AGF, og eftir longda leiktíð eydnaðist teimum at vinna 3-1. FCK kom á odda í fyra hálvleiki, men AGF javnaði seint í dystinum. Í longdu leiktíðini fekk FCK tvey mál, og vann sostatt dystin. Í semifinaluni, sum verður spæld næsta ár, skal FC Keypmannahavn spæla móti Ikast. Ungdómslandsliðið í svimjing úttikið Svimjing: Seks føroyskir svimjarar skulu við til NM fyri ungdómar Nýggi landsliðsvenjarin í svimjing, David Kravl, hevur úttikið ungdómslandsliðið, sum í frá 12. til 14. desember skal verða við í NM fyri ungdómar. Seks svimjarar eru úttiknir, og teir eru: Bogi Lenvig, HS, Rói á Kósini, Ægir, Bethe Andersen, TS, Rannvá Jacobsen, HS, Katrin Sørensen, HS, og Maiken Petersen, HS. Bogi Lenvig skal verða við í 200 metrar rygg, Rói á Kósini í 100 og 200 metrar rygg, Bethe Andersen í 50 og 100 metrar frí, Rannvá Jacobsen í 200, 400 og 800 metrar frí, Katrin Sørensen í 100 og 200 metrar rygg og í 100 metrar frí, og Maiken Poulsen, sum er nýggj á landsliðnum, verður við í 100 og 200 metrar bringu. FSF hevur fund við feløgini leygardagin Fótbóltur: Millum annað verða avtalur millum spælarar og feløg viðgjørdar FÓTBÓLTUR: Í morgin verður árligi fundurin millum Fótbóltssamband Føroya og feløgini. Fundurin verður í B36-húsunum frá klokkan 10.00, og til viðgerðar er fótbóltskappingin 1997, útgreiningar í kappingarreglunum og spælaraavtalur. Fundurin, sum verður hildin á hvørjum ári, tekur saman um farna kappingarár, og fyrireikar til komandi aðalfund. Í skrivi, sum er sent feløgunum heitir FSF staðiliga á feløgini um at møta til fundin og koma við málum, sum skulu viðgerast. Vanligt er, at fleiri feløg ikki møta til fundin, og tað heldur FSF verða sera óheppið, tí fundurin hevur stóran týdning. 1997 var eitt meiri ófriðarligt ár, enn nógv av teimum undanfarnu, og tí verður uttan iva nógv at tríva í á fundinum í morgin. Og lagt er eisini upp til, at útgreiningar skulu gerast av kappingarreglunum. Málið um avtalur millum feløg og spælarar fer utan iva at verða kjakast nógv um, og FSF fer á fundinum at leggja eitt upplegg fyri feløgini at kjakast um. Hetta mál verður ivaleyst tikið fram aftur á aðalfundinum, sum verður eftir ársskiftið. Jan Dam knokkroyttur av FIFA Fótbóltur: Landsliðsspælarin hevur fingið 40.000 krónur í bót fyri ov nógv gul og reyð kort í farnu HM-undankapping Jan Dam telist millum mest royndu føroysku landsliðsspælararnar í fótbólti, og hesa vikuna hevur hann kent sviðan av, at tað kostar at fáa gul og reyð kort í altjóða fótbólti. Jan Dam fekk heili fýra gul kort og eitt reytt kort í farnu HM-undankapping, og mánadagin avgjørdi altjóða fótbóltssamgongan FIFA, at tað skal hann hava 8.000 sveisarfrankar í bót fyri, og tað svarar til knappar 40.000 føroyskar krónur. Eftir at Jan Dam hevði fingið reytt kort í dysti móti Malta á Svangaskarði, var talan um, at hann skuldi fáa fleiri dagar leikbann, men hann fekk bert eina dagin. FIFA boðaði samstundis frá at málið fór at verða viðgjørt aftur seinni. Og tá FIFA á fundi mánadagin viðgjørdi fleiri líknandi mál, góvu teir fyrstu bótina til føroyskan fótbóltsspælarar nakrantíð. Bótin er so stór, at hon verður ikki bara goldin við einum bláum girokorti á Posthúsinum ein fríggjadag seinnapart, og tí fer FSF at gjalda bótina fyri Jan Dam. Føroyskar umstøður Føroyska fótbóltssambandið fer at gera eina roynd, at greiða FIFA frá, hvussu umstøðurnar hjá føroyskum fótbóltsspælarum at vinna pening eru, og at okkara umstøður ikki kunnu líknast saman við umstøðurnar aðrastaðni í Europa. Men tað er ikki vist, at FIFA ger nakað sum helst við bótina hjá Jan Dam, tí bøtur upp til 20.000 sveisarfrankar kunnu ikki kærast, tær eru endaligar, og tá føroyskur fótbóltur vil verða við millum teir stóru, verður hann helst eisini noyddur at gjalda stóru bøturnar. Kundi havt kosta 50.00 krónur afturat Fótbóltssamband Føroya kundi lættliga havt fingið enn eina stóra bót frá FIFA, tí á fundininum mánadagin vóru fleiri lond revsað fyri, at áskoðarar brustu fýrverk undir altjóða dysti. Bæði Ungarn og Jugoslavia fingu 50.000 krónur í bót fyri hetta, og hevði FIFA-umboðsmaðurin, sum var á Svangaskarði til dystin millum Føroyar og Kekkia, havt latið FIFA frágreiðing um, at eisini føroyingar bresta fyrverk á áskoðaraplássunum, kundi slík bót eisini verið á veg hendanvegin nú. FIFA avgjørdi á fundinum mánadagin, at grikkar skulu hava 75.000 sveisarfrankar í bót fyri rokið á áskoðaraplássunum, tá Danmark vann sær HM-luttøku fyri nøsini á grisku áskoðarunum. Olympisk vitjan í Føroyum Ítróttur: Nú ger Olympiska Nevnd Føroya enn eina roynd at fáa Føroyar við í olympiska felagsskapin Komandi vár kemur umboð fyri altjóða Olympisku nevndina til Føroya at hyggja eftir ítróttarviðurskiftunum her. Tað er eingin minni enn Francois Carrad, ið er skrivari hjá formanninum í IOC, Samaranch. Hendan vitjan er úrslitið av tí hjálp, sum føroyskur ítróttur hevur fingið frá ítróttasambondunum og olympisku nevndunum í hinum Norðanlondum. Olympiska Nevnd Føroya varð stovnað í 1982. Í fyrstu nevndini sótu Niels Juel Arge, ið varð formaður, Tórmóður Djurhuus og Heðin Mortensen. Fyrsta arbeiðið, ið gjørt varð, var at evna til lógir fyri felagsskapin. Hesar lógir vórðu síðani umsettar til danskt, enskt og franskt, og síðani sendar saman við umsókn um upptøku til IOC. Umsóknin varð viðgjørd av IOC. Har vórðu lógirnar fyri ONF góðkendar, men síðani hendi ikki meira, tí IOC vildi ikki taka okkum upp sum limir, orsaka av ríkisrættarligu støðu Føroya. ONF hevur hinvegin víst á, at á ítróttarliga økinum hava vit onki við Danmark at gera, har eru vit púra sjálvstøðug. Síðani fyrstu nevndina hava hesir formenn verið í ONF: Torleif Sigurðsson, Torgerð Nielsen og Magni Arge. Seinasti aðalfundurin var í 1992, og tvey ár seinni legði táverandi nevndin frá sær, og síðani hevur onki virksemi verið í ONF. Eykaaðalfundur Í 1995 varð ein roynd gjørd at halda eykaaðalfund fyri at fáa viðurskiftini í rætt lag aftur í ONF, men tá møttu bert 3 umboð á fundin, so har gjørdist onki tá. Nú mikukvøldið varð aftur ein roynd gjørd, og nú gekk betur, eini 30 fólk møttu til fundin. Á fundinum varð avgjørt at leggja leiðsluna av ONF undir Ítróttarsambandið. Nevnd og stjørn í ÍSF kemur sostatt hereftir at stjørna bæði Ítróttarsambandi Føroya og Olympisku Nevnd Føroya. ONF kemur framvegis at vera til sum felagsskapur, tí tann felagsskapurin er góðkendur av IOC at søkja um limaskap, og fyri ikki at gera ta umsóknina truplari enn neyðugt, verður hildið fast um upprunaligu umsóknina. Hetta at leggja Olympisku nevnd og Ítróttarsamband saman er sama gongd sum í hinum Norðanlondum. Í Íslandi hendi tað fyri bert tveimum vikum síðani. Gongd komin á Sum nevnt er onki hent við umsókn okkara í fleiri ár, men nú tykist gongd vera komin á. Peter Tallberg úr Finlandi, sum er nevndarlimur í IOC, hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri okkum, og hann hevur fingið tað soleiðis í lag, at Francois Carrad kemur á vitjan í Føroyum og Grønlandi komandi vár at kunna seg um viðurskiftini. ÍSF ætlar nú at leggja nógva orku í at fáa limaskap í Altjóða Olympisku Nevndini, tí verður tað ikki nú, eru ikki stórar vónir fyri at tað verður yvirhøvur. Limaskapur í olympisku nevndini vildi givið føroyskum ítróttarfólkum møguleika at luttikið i Olympisku Leikunum. Har hava vit kanska ikki so nógv at gera reint ítróttarliga, men umframt vanligu olympisku leikirnar verður eisini skipað fyri olympiadu fyri smátjóðir, t. v. s. lond við minni enn 1 millión íbúgvar, og tann kappingin er meira aktuell fyri okkum. Harafturat eru nógvir møguleikar at søkja um ymsar stuðlar frá grunnum innan olympisku nevndina, og har eru nógvir pengar. Olympiadan fyri smátjóðir var í Íslandi í summar, og har rindaði IOC alla stevnuna, so íslendingar høvdu stóran vinning av tiltakinum. Sólarn Isaksen, Húsar Samferðslan Kalsoyggin Nú Sámal Petur skal stovna partafelag, sær tað út til, at pengar ikki tróta. Nú Sámal Petur skal stovna partafelag, sær tað út til, at pengar ikki tróta. Pengar eru tøkir, pengar leypa av á summum játtanum o.s.fr. Eg vil enn einaferð spyrja Sámal Petur, hvar peningurin, sum ikki bleiv brúktur á Kalsoynni 1996 (oyramerktur) Húsar-Syðradalur bleiv av? Nær vísir Sámal Petur skattgjaldarunum, hvussu tær (oyramerktu) játtanirnar verða brúktar? Nær kemur Sámal Petur við einum ítøkiligum, hvat viðvíkur Barskor! Vit vilja eisini hava svar uppá, hvør hevur ábyrgdina, um so er, at eitthvørt óhapp hendi inni í tunlinum á Kalsoynni. Okkum vitandi eru tær ikki alment opnaðir. Lýsast av nýggjum eftir veðurfrøðingi Finnbogi Ískasson, tingmaður, vildi vita, hví veðurfrøðingurin, sum tingið fyri langari tíð síðan samtykti at seta ikki er komin? Tingmaðurin hevði frætt í fjølmiðlunum, at nú skuldi søkjast av nýggum, av tí at bert ein føroyingur søkti starvið. Hann spurdi John Petersen, landsstýrismann, um hann ætlaði sær at lýsa starvið av nýggjum, fyri at fáa ein danskan verðurfrøðing? John Petersen svaraði, at tað er stovnurin, sum setir starvsfólkið, og ikki Landsstýrið. - Bert ein umsøkjari var til starvið, og hann er ikki útbúgvin veðurfrøðingur.Av tí at vit vita, at ein føroyingur er útbúgvin veðurfrøðingur, royna vit at søkja av nýggjum, segði landsstýrismaðurin. Hetta orðaskiftið fekk Jákup Joensen at taka orðið. Hann helt, at Finnbogi Ísakson í sínum spurningi gjørdi mannamun á fólki, og vísti á, at tað ikki var loyvt at gera mannamun á fólkasløgum. Tingfólkini koyrd út Tá Jonathan Motzfeldt vitjaði í tinginum, vóru tinglimir ikki bodnir við. Teir noyddust at fara út í tún at bíða, til vitjanin var av Tað eru óivað nógv, sum kundu hugsað sær at hitta Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformann í Grønlandni, sum vitjaði í vikuni. Tá formansskapurin í tinginum bjóðaði landsstýrisformanninum innar, sluppu tingfólkini ikki at heilsa uppá gestin. Tað sluppu tingfólkini heldur ikki tá David Oddsson, forseti í Íslandi, vitjaði. Tað fanst Henrik Old, tingmaður, harðliga at í munnligum fyrispurningi til Edmund Joensen mikudagin. - Tað er løgið at tingfólk ikki fáa møguleika at heilsa uppá grannarnar, sum koma til Føroya at vitja. Nógvir í tingsalinum við mær hava samskifti við Grønland og Ísland, segði Henrik Old. Hann kundi annars eisini hugsað sær at hoyrt frálíku røðuna, sum tingformaðurin helt fyri gestunum í tóma tingsalinum, og helt eisini, at tað hevði verið hópin hugnaligari um tingfólkini vóru til staðar. Hann setti løgmanni spurningin, hví henda løgna mannagongd varð nýtt, tá tingið fekk almenna vitjan? Edmund Joensen. svaraði, at nógv fyrireikingararbeiði verður gjørt, tá almennar vitjanir eru, og at hvørt punkt sær, verður sett í skránna. -Hetta er eiitt mál millum formansskapin í tinginum og Landsstýrið. - Tað er tó skeiv adressa at seta løgmanni henda spurningin. Tað er formansskapurin, sum ger av, hvussu vitjanin skal skipast, svaraði løgmaður. Henrik Old var ikki nøgdur við svarið, og helt fyri, at visti ikki at so var, men at tað hevði bøtt um tónan í tingsalinum, um tingfólkið ikki soleiðis var rikið út, og noyddist at ganga og biða eftir at sleppa innaftur. Óli Jacobsen tók eisini orðið í hesum máli, og gav Henrik Old rætt. Tað hevði hægst kostað einar 10 - 20 sodavatn eyka, um tingfólkið var boðið við. Jógvan I. Olsen, tingformaður, tók samanum og greiddi frá mannagongdini viðvíkjandi almennum vitjanum. Hann helt fyri, at um mannagongdin skal broytast, so skal formansskapurin gera tað. Tingið bjargaði Framtaksgrunninum Aftaná tógvið stríð og fleiri broytingaruppskot, eydnaðist tað tinginum at loyva Framtaksgrunninum at halda fram. Við 15 atkvøðum fyri og níggju ímóti, umframt at ein tinglimur ikki atkvøddi, varð hetta tingmálið avgreitt Kl. 14 mikudagin var tingfundur ásettur. Á skránni vóru munnuligir fyrispurningar og málið um Framtaksgrunnin. Av tí at eitt broytingaruppskot ikki var liðugt skrivað, var fundurin slitin í slakan tíma, og tikin uppaftur kl. 15.45. Eyðun Viderø í Fólkaflokkinum vildi ikki góðtaka, at tingið ikki kundi fáa grannskoðaða váttan frá Framtaksgrunninum, um støðuna hjá Fiskasøluni og Fiskavirking. Tí setti hann broytingaruppskot fram, saman við Atla Hansen, Óla Jacobsen og Helenu Dam á Neystabø um, ístaðin fyri at konvertera 12,5 mió. krónur, sum uppskotið ljóðaði, til at lækka upphæddina til 9,5 mió. krónur. Løgfrøðiliga ikki væl fráfarið Jóannes Eidesgaard, tingmaður, harmaðist saman við øðrum tinglimum at verða í tí støðu, at eitt broytingaruppskot kom við 3. viðgerð, bert tí at tað seinni vísti seg, at fíggjarnevndin hevði lagt fram mál, sum ikki var løgfrøðiliga í lagi. - Ætlanin hjá løgmanni var tá, at málið skuldi aftur í fíggjarnevndina, men tá vísti eg á, at fíggjarnevndin ikki kundi viðgera mál, sum liggur í tinginum. Hetta var nú mál, sum samgongan átti at taka sær av, segði Jóannes Eidesgaard. Hann fýltist á broytingina í viðtøkunum fyri Framtaksgrunnin, sum sigur, at nevndarlimir ikki mugu hava nevndarsess í feløgum, sum grunnurin hevur sett pening í. óvist um skikkað fólk vil taka av - Her verður serliga hugsað um Fiskasøluna og Fiskavirking. Um nevndin skal finna skikkað fólk, sum eru áhugað fyri at taka av, verður tað keðiligt um neyðugt verður at fara til Danmarkar at finna nevndarformann. - Ikki allar súðir eru syftar við hesi avgerð. Tað kunnu koma fremmand fólk til, so sum vit kenna tað frá Fiskasøluni, ið hevði danskan nevndarformann, segði Jóannes Eidesgaard. Finnbogi Ísakson helt málið um Framtaksgrunnin vera øgeliga ørkymlandi. - Fyrst vildu tinglimir jarðleggja grunnin, so skuldi hann skrásetast í Føroyum, og nú skal hann kortini ikki skrásetast her. - Løgmaður skal vita, at um grunnurin verður skrásettur sum vinnurekandi grunnur, so kann hann ikki hava eftirlit, segði Finnbogi Ískason, og helt tað vera torført at skilja tankagongdina hjá samgonguni. Óli Jacobsen hevði aðra frágreiðing. Hann segði at viðtøkurnar hjá grunninum vóru danskar og at tær ongantíð høvdu verið viðgjørdar í Føroyum. - Verður Framtaksgrunnurin skrásettur í Føroyum, so missa føroyskir politikarar alt eftirlit við grunninum. segði Óli Jacobsen. Suni Jacobsen segði, at fíggjarnevndin hevði havt tveir møguleikar í at velja. Var hann skrásettur undir lógini um vinnurekandi grunnar, so kom hann undir Erhvervs- og Selskabsstyrelsen, við eftirliti í Danmark, saman við Landsgrannskoðanini. Jóannes Eidesgaard helt, at gomlu viðtøkurnar, sum siga, at ^3 ársroknskapur og frágreiðing um virksemið í Framtakgsgrunninum skal sendast til Fíggjareftirlitið og Landsgrannskoðanina, í seinasta lagi seks mánaðir eftir at at roknskaparárið er endað^3, ikki vóru nóg neyvar. - Hvørja trygd hava vit fyri at Landsgrannskoðanin sleppur aktivt inn í myndina, tá viðtøkurnar ikki eru neyvari, segði Jóannes Eidesgaard og vísti á, at Landsgrannskoðanin ikki higartil hevur fingið innlit í virksemið hjá grunninum. Bjørn á Heygum helt, at best var at hava grunnin skrásettan í Erhvervs- og Selskabsstýrlesen, tí her er ein lóg galdandi á økinum Framtaksgrunnurin: Framhald av síðu 6 Umtað ikki varð gjørt, so fór úrslitið at vera, at ongin lóg var galdandi og heldur einki eftirlit. Til samtyktar Eftir stendur, at Framtaksgrunnurin er føroyskur, men er undantikin lóg um vinnurekandi grunnar. Løgmaður og danski forsætisráðharrin hava eftirlit við viðtøkunum. Fíggjareftirlitið og Landgrannskoðanin hava eftirlit við grunninum. Framtaksgrunnurin skal hava ávirkan á tey feløg, sum teir hava sett pening í,men skal ikki frameftir hava loyvi til tess. Nevndarlimirnir verða valdir fyri eitt ár í senn, men kunnu verða afturvaldir.Nevndarlimirnir í grunninum skulu ikki frameftir verða nevndarlimir í teimum feløgum, sum grunnurin setir pening í. Fíggjareftirlitið í Danmark og Landsgrannskoðanin hava rætt til at fáa útvegað alt tilfar, sum er neyðugt fyri at røkja eftirlitið við grunninum. Skal Framtaksgrunnurin avtakast, skulu forsætisráðharrin og løgmaður tilnevna avtøkustjóran. Annað hvørt ár eftir 1999, skulu forsætisráðharrn og løgmaður í felag meta um, hvørt grundarlag er fyri at Framtaksgrunnurin skal halda fram at virka, ella gera av, um neyðugt verður at tillaga bygnaðin í grunninum Valið í Danmark Flestu eygleiðarar halda kommunuvalið í Danmark vera eitt stig til høgru í donskum politikki. Um hugsað verður um, at danski fólkaflokkurin vann stórt, so mugu vit geva hesum eygleiðarum rætt. Hetta er sjálvsagt ikki uttan týdning al tann tíð, at danskur politikkur viðkemur okkum. Orsøkin til høgransaringnina er tann, at flóttafólkaspurningurin gjørdist ein aðalspurningur í valstríðnum. Tað eydnaðist fólkaflokkinumn at píska upp eina øsing móti fremmandum og innflytarum. Tann víðagitna danska tolerancan hvarv sum døgg fyri sól, og allir flokkar uttan teir radikalu og eindarlistin lupu upp á vognin. Men bert fólkaflokkurin fekk atkvøður burtur úr hesum. Hetta kann ongan undra, tí valtaktikkur kann geva baksláttur, og hetta hendi í ólukkumát bæði fyri vinstra og fyri danska javnaðarflokkin. Danski javnaðarflokkurin hevur til fyri stuttum rikið ein liberalan flóttafólkapolitikk. Aðalumboðið fyri hendan politikk var fyrrverandi innanríkisráðharrin Birthe Weiss, ein klókur og humanur sosialdemokratur. Men tá so flóttafólka og innflytaraspurningurin kom upp og øll sóu, at hann fór at avgera valið, skifti Nyrup Weiss út og setti Torkild Simonsen í hennara sess. Simonsen var kendur sum harðrendur í innflytaraspurninginum og heur sum borgarstjóri í Århus rikið ein harðan politikk mótvegis flóttafólkum og innflytarum. Men kúvending Nyrups gav ongan vinning - tað geva taktiskar atgerðir nevnioga sjáldan. Ungdómurin, tey intelellektuellu og tey mongu tiulvitandi fólkini gj'rdust so vónsvikin av Nyrupi, at tey vendu sær frá flokkinum og fóru til teir radikalu ella til eindarlistan. Teir sosialdemokratar, sum óttast ov stóra innflyting, fóru til fólkaflokkkin. Hetta var ein sorgarleikur fyri danska javnaðarflokkin og dasnkan politikk, sum hevur hart brúk fyri einum sterkum javnaðarflokki. Ein niðurstøðan av kommunuvalinum er sambært valgranskarar at fólkatingsvalið verður ikki fyrr enn í september næsta ár. Setningur Nyrups verður at reka ein politikk, ið kann fáa tey fráfallnu aftur til flokkin. Hetta gerst við at reka ein reglurættan og heilhjartaðan sosialdemokratiskan politikk. Hetta saman við tí sera skilagóða og úrslitaríka búskaparpolitikki Nyrups skuldu givið flokkinum eitt gott val á heysti 1998 Veiðilyndið liggur í Lítli Pól av Argjum var farin út í støðna við abbanum hendan dagin. Teir riggaðu sær eina lítla tráðu til, og Pól fekk ein summarseið, sum hann ógvuliga errin kom berandi heim eftir vegnum við. Hann skuldi heim at vísa mammuni. Hvør veit? Kanska bregður hesin lítli ikki úr ætt. Tað hava sanniliga verið veiðimenn í ættini fyrr. Ættin er av Strondum, har langabbin í ein mansaldur átti skip, sum hann sjálvur førdi og varð kendur millum manna. Nevndur er hann í Siglingarsøguni sum ein teirra, sum man hava ført størst samlaðu veiðu til lands. So lítli Pól hevur gott at bregða til. Bókmentakvøld í Mettustovu Mánakvøldið 24. november kl. 20 verður bókmentakvøld í Mettustovu, har rithøvundarnir Mina Reinert og Rakel Helmsdal greiða frá og lesa upp úr bókum sínum. Tað er soleiðis, at nú ein av rithøvundum okkara alment hevur úttalað seg so vanvirðisliga um kvinnur, sum ditta sær at skriva og geva bøkur út, hevur trongdin til at vita meira um kvinnuligu rithøvundarnar og bøkur teirra og ynskið um at stuðla tær í arbeiðnum ment seg til krav í felagnum. Tí er ætlanin at hava bókmentir sum eitt høvuðsevni á fundum í vetur og eina tíð fram. Annað høvuðsevni er kvinnusøga og/ella nýbrot úr Føroya søgu, og fyrsti fyrilesturin við tí evninum var longu í oktober, har Jane Hoydal greiddi frá umstøðunum hjá norðurlendskum kvinnum í seinmiðøld. Seinni í vetur, helst í sambandi við kvinnudagin komandi, verður fundarvika við kvinnupolitiskum evnum, har kenda norska stríðskvinnan Berit Ås, sum eisini er professari í sálarfrøði, heldur fyrilestrarnar. So nú er aftur okkurt at gleða seg til. Lýst verður sum vant við skrá og fyrilesarum undan fundunum, og vónandi møta tit fjølmentar sigur Kvinnufelagið í tíðindaskrivi. Íslendskur kokkur í Stokkastovuni Stokkastovan fær í næstum nýggjan kokk, sum samstundis fer at taka sær av rakstrinum av matstovuni. Hesin nýggi, íslendski kokkurin eitur Páll Høskuldsson og hevur frá ungum árum fingist við matgerð. Páll er ættaður úr Reykjavík og fekk sum ungur útbúgving á matstovuni Askur. Síðan hevur hann verið í Danmark og hevur millum annað arbeitt sum yvirkokkur í Lemvig í Jyllandi. Hann arbeiddi í fýra ár sum yvirkokkur í F.K. á Borgarnesi og hevur eisini havt matstovu í Bolungavík á Vesturlandinum. Stokkastovan, har Páll Høskuldsson nú tekur við leiðsluni, hevur verið stongd í seinastuni orsakað av umvælingum. Páll hevur gjørt nýggjan og betri matseðil, har pizza stendur frammalaga, verður sagt í tíðindaskrivi. Nú latið verður upp aftur við nýggjari leiðslu, verður dansur hvørt vikuskifti. Hetta fyrsta vikuskiftið fara Kallar at spæla til dans, frættist úr Stokkastovuni. DMI/Petur Skeel jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Hvassur vindur ella skrið av landsynningi og eitt sindur av regni ella ælingi. Hitin millum 7 og 11 stig. Leygarnáttina minkar hann vindin nakað. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, stundum upp í ein strúk. Stundum regn ella ælingur og hitin millum 6 og 10 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Hann veksur vindin upp í hvassan vind av landsynningi og regn meginpartin av tíðini. Hitin millum 6 og 9 stig. Í gjár: Eitt hátrýst yvir Russlandi og Skandinaviu stendur mestsum í stað, meðan rættuliga djúp lágtrýst teir komandi dagarnar koma av útsýnningi móti havinum sunnanfyri Ísland. Í dag: Lýggj luft vil framvegis reka móti Føroyum av suðri og landsynningi og meginpartin av tíðini við nógvum vindi. Í vikuskiftinum verður veðrið tó eitt skifti støðugari. Leygardagur 22. november 1997 Eingin vildi tosa við okkum um tað Tað, sum fyri onnur bert er ein ólukkulig hending, er fyri foreldrunum ein ómenniskjanslig vanlukka. Foreldrini vilja fegin tosa um barnið tey mistu, men flest øll onnur vilja helst lata sum einki - sum var barnið ongantíð til. Tað er steinur omaná byrðu, heldur Annvør Allahalgannasunnudag 2. november var serligt minningarhald í Dómkirkjuni, har foreldur og avvarðandi samlaðust, at minnast síni deyðu børn. Marjun Bæk, prestur, helt minningarguðstænastuna. Kirkjan var fullsett, eini 300 fólk komu til minningarhaldið. Har vóru foreldur, ommur og abbar og systkin, og tey kendu sær ein fløva hesa løtuna. Framman fyri altarinum varð eitt stórt hjartað av blómum einasta tekin um serliga minningarhaldið. Tá Marjun Bæk, prestur, hevði prædikað, fingu fólk høvi at tendra eitt ljós, sum tey høvdu fingið við inngongdina, og seta tað í blómuhjartað. Aftaná var altargongd. At enda framførdi Kim Hansen, tónleikari ^3Tears in heaven^3, so hugvekjandi, at flest øll høvdu tað á orði aftaná. Felagið Pinkubarnadeyði skipaði fyri minningarhaldinum. Ætlanin er, at hetta skal vera afturvendandi tiltak. Fyri Annvør og Christian Nielsen var tað ein stór uppliving, tá tey henda dagin fóru í Dómkirkjuna, at minnast deyðfødda sonin Gunnar, sum varð føddur 11. august 1995. Tað hendir kortini í okkara framkomnu tíð, at børnini ikki liva. Tað er ein skelkur og ein ómenniskjansligur veruleiki, sum bert tey, ið hava verið fyri slíkum, kunnu greiða fra. Annvør og Christian høvdu júst verið gift í fimm ár, tann dagin tey gjørdu seg til reiðar at taka ímóti nýggja barninum, men sonurin, sum vigaði átta pund, var deyðføddur. Eingin fráboðan áðrenn ella nøkur kannng aftaná, kundi siga foreldrunum, hví hetta hendi. Læknin tosaði um "vøggudeyða fyri tíð^3, men tað gav onga teimum ongan ugga. Tað var ov torført at skilja kortini. Foreldrini áttu eina dóttur. Leingi høvdu tey vónað at fingið næsta barnið, men at enda, eftir tvær ferðir at hava hitt reis, tóktist eydnan at vera við teimum. Tað var ikki samsvar millum tíðarskeiðið, sum skannarin segði og tað sum Annvør roknaði seg fram til, nær hon skuldi eiga. Hon helt seg skula eiga 30. juli, men skannarin segði 13. august. Tað órógvaði ikki foreldrini, tí maskinur kunnu meta skeivt. Fekk verkir á fimm ára brúdleyðsdegnum 10. august 1995 fekk Annvør verkir. Maðurin, sum er bakari og Annvør, samdust um, at hann skuldi fara til arbeiðis. Tey avtalaðu, at hon skuldi ringja, tá títtleikin millum verkirnar gjørdust styttri. Um trý tíðina á nátt ringdi Annvør til Christian og segði honum, at nú nærkaðist tíðin, at tey skuldu fara á Landssjúkrahúsið. Hetta kvøldið hevði Annvør lagt til merkis, at barnið var so friðarligt í búkinum, men hon hugsaði ikki meir um tað. Um átta tíðina á morgni, gjørdu tey seg til reiðar at fara á Landssjúkrahúsið. Ótryggleikin tók beinanvegin í Annvør, tí ljósmóðurin kundi ikki finna hjartaljóðið. Síðani var skannarin tendraður, og tá kom illgrunin rættiliga til sjóndar. -Ljósmóðurin fór út, og ein onnur kom inn til mín. Hon var ógvuliga álvarsom, og segði stillisliga: " Í tínari støðu fáa vit ikki hjálpt tær^3. - Eg skríggjaði bara áhaldandi og kendi tað sum skramblaði verðin saman um meg, sigur Annvør. Hon kundi ikki fáa seg til at trúgva, at hetta skuldi henda henni, sum hevði verið so nógv ígjøgnum áðrenn hon gjørdist við barn hesaferð. - Tað fyrsta eg hugsaði, var at fáa mammu mína inn til mín. Hon hevði sjálv átt deyðføtt barn. Saman við manni mínum, kom hon mær til hjálpar. - Eg fekk at vita, at eg skuldi eiga barnið, men tað kundi eg ikki góðtaka, bað og bønaði um at fáa keisaraskurð. Starvsfólkini tosaði meg til rættis og søgdu, at tað var betur fyri meg aftaná, um eg átti á banligan hátt. - Tann likamliga pínan var einki ímóti tí sálarpínuni teir tríggjar tímarnar áðrenn eg átti. - So kom sonurin. Hann var so fittur og stórur og sá heilt vanligur út, eins og hann bert svav. - Eg hugsaði, at eg hevði skyldina av at hann var deyðføddur, og at hetta var revsing frá Gudi.Onkur var so framsíggin at senda boð eftir presti, og eg spurdi hann skelkað um hetta, men presturin svaraði, at Gud revsar ikki menniskjuni soleiðis. Tað uggaði meg eina løtu. Annvør átti ein fríggjadag, og hon lá á føðingardeildini til sunnudag, tá sonurin fór til gravar. Foreldrini høvdu tosað um, at um tey fingu ein son, so skuldi hann eita Gunnar. Sonurin var navngivin, og foreldrini tóku myndir av honum, sum tey gjørdu stóra plakat av og hongdu á køksveggin. Gunnar skuldi ikki tigast burtur, sum hevði hann ongantíð verið til. Myndin var tó flutt skjótt, tí fólk gingu bara framvið henni og lótu ikki við seg koma, og tað særdi tey enn meira. Annvør sigur, at starvsfólkini á føðingardeildini og einamest ljósmóðurin tosaði ógvuliga nógv við seg, dagarnar eftir hendingina. Tað hjálpti ógvuliga væl, hóast hon ikki kendi seg at vera í hesum heimi. Hon var frá sær sjálvari, og kendi sær als ongan ugga. Annvør heldur, at tað er umráðandi, at ljósmóðurin er millumlið millum sjúkrahúsið og foreldur, tá slíkt hendir. Um foreldrini verða spurd, um tey skulu hava hjálp, men siga, at tað ikki er neyðugt, so skal ljósmóðurin t.d. ringja heim aftaná eina tíð, og spyrja aftur, tí foreldrini als ikki hava yvirlit yvir, ella kunnu taka støðu til nakað sum helst, teir fyrstu dagarnar. Kendi seg forfjónaða Hon kendi seg bara so forfjónaða í fyrstuni. Fólk vildu als ikki tosa við hana um tað, sum var hent. - Fólk nevndi tað ikki, ella royndu at lata sum sóu tey meg ikki, um eg hitti tey á gøtuni ella í handlunum. Tað var alt ov ofta, at fólk hugdu annan veg á gøtuni, ella skuldu skunda sær eftir onkrum í handlinum, sum var longst burtur frá har eg stóð. - Eg royndi at látast sum einki, men hevði tað ómetaliga torført. Eingin sá tað stóra arrið, sum fylti meg, sigur Annvør. Hon heldur, at tað bert er eitt slag av sorg, og at hon er eins torfør at liva við, um barnið var deyðføtt. Annvør samanber sorgina tá hon misti barnið, við sorgina, tá hon sum 10 ára gomul misti pápa sín, og heldur, at tað ikki var minni ræðuligt, at missa sítt barn. Eitt ár eftir syndarligu hendingina vóru Annvør og Christian varug við, at tey skuldu hava barn aftur. Tey vóru ógvuliga fegin, tá Lív kom, og at alt var í lagi. - Eg hugsaði eisini nógv um Gunnar, bæði áðrenn eg átti og Lív og aftaná. Tá eg lá á song hugsaði eg um, at tað hevði verið stuttligt at átt tvey børn, við so stuttum millumbili. - Sjúkrasystrarnar tosaðu eisini nógv við meg hesaferð, og eg var so lukkulig, at tær ikki høvdu gloymt Gunnar, sigur Annvør. Jógvan Isaksen Í nívandi tilveruumskifti >>Hotel Heyst<< frá 1986 er triðja og fyribils seinasta søgusavni hjá Hanusi Andreassen, og tað má í høvuðsheitum sigast at vera kvistur av sama runni. Og tó. Í tí vanligu Hanus Andreassen-søguni hava vit ein frásøgumann spákandi á pallinum, ein sum er við í leikinum, men í hesum savninum eru fleiri søgur, har frásøgumaðurin er uttan fyri søgugongdina.<<, skrivar Jógvan Isaksen í seinna partinum av greinin um skaldskapin hjá Hanusi Andreassen Hanus Andreassen. Jógvan Isaksen skrivar um skaldskap hansara Triðja og fyribils seinasta søgusavnið hjá Hanusi Andreassen er >>Hotel Heyst<< frá 1986, og tað má í høvuðsheitum sigast at vera kvistur av sama runni. Og tó. Í tí vanligu Hanus Andreassen-søguni hava vit ein frásøgumann spákandi á pallinum, ein sum er við í leikinum, men í hesum savninum eru fleiri søgur, har frásøgumaðurin er uttan fyri søgugongdina. Á onkrum øðrum øki víkja tær eisini frá. Fyrsta søgan, við tí hugaliga titlinum >>Deyðans kossur<<, er um Thomas Johan Sigismund, sum alt lívið hevur sitið á ovastu rók í samfelagnum og tískil vant seg við at hava maktina. Men ein dagin noyðist hann frá fyri aldur, og hvat nú? Har fór maktin, og hann følir seg snýttan. Hann tekur sær so fyri at vitja á sjúkrahúsinum. Har kann hann so kenna seg sterkan og frískan í mun til tey, sum liggja á songini: >>Her, millum slangur og sondur og høkjur og bind og lýsandi og tikkandi hjarta- og heilamálarar, livnaði Thomas Johan Sigismund upp<<. Tittulin >>Deyðans kossur<< sipar til, at hann, tá ið hann fer frá einum sjúklingi, mussar hendan á pannuna, men bert um teir hava verið fíggindar. Her er ein greið ábending um mafiu og cosa nostra. Seinni verður hann sjálvur soleiðis fyri, at hann verður mussaður á pannuna á sjúkrahúsinum. Hann gerst síðani eitt betri menniskja, sigst. >>Frú Marcus<< eitur søga, sum í stuttum snýr seg um at virðismeta tað, tú hevur, meðan tú hevur tað. Hon er huglagsmynd um hvussu menniskir gerast fremmand fyri hvørjum øðrum, hvussu tey hvør í sínum lagi leita eftir lukku, ikki duga sær løgini, og í heilum halda, at eydnan er eina aðrastaðni. Fyrsta søgan í >>Dóttir av Proteus<<, >>Hellan<<, var endurminning frá ungum barnaárum, somuleiðis er >>Deldavatn<<. Søgurnar eru á ein hátt líkar, tær siga báðar frá dreymum og spæli, og um somu tíð ólíkar, tí í seinnu søguni er eingin tvitin bygd. >>Deldavatn<< gandar tann týdning, báturin hevði í barnaárunum, fram, og hvussu spælið kann vera allur heimurin, og hvussu lívsroyndir eru knýttar at hesum. Barnaárini við bátaspæli eru ikki ein dreymur sæddur ígjøgnum hyljandi tám, men tvørturímóti tilverukjarnin. Frásøgumaðurin sigur seg alt lívið hava kent, at júst hesi árini vóru lívið. Barnaárini eru tindurin í tilveruni, restin er bert endurskin, sum aldrin kemur í nánd av hesum skeiði í tínum lívi. Ein hugsan ikki ólík tí gomlu griksku aldarfatanini, at tað einaferð á fold hevur verið ein gulløld, og síðani hevur tað gingið aftur á hond, og nú liva vit í eini jarnøld. >>Deldavatn<< er kortini ikki svartskygd, tað er bara so, at barnaárini eru ein so rík kelda, at eingin samsvarandi finst. Svikið Ein stillur humor finst í >>Hanarnir gala<<, har ein studentaskúlanæmingur á miðjari nátt fer at vitja gentu, tí sum skrivað stendur: >>eina gentu kravdi tú at hava. Tað hoyrdi til. Sum slipsið, barbermaskinan, urið um skøvningin og tendrarin<<. Í fyrstani sita hesi bæði ungu og práta og lurta eftir >>With your sweet lips a little closer to the phone<<. So spyr gentan, hvat hann ætlar sær at lesa, og tað hevur hann sjálvandi ikki hómingin av, men okkurt skal hann siga: >>_Eg ætli mær at lesa verkfrøði, segði eg, fastur á málinum. Mær dámar at gera eitt arbeiði, har nakað sæst eftir [...] Tá ið vit høvdu tosað eina góða løtu um framtíðina, og nakrar Aswan-byrgingar vóru fingnar frá hondini, víðahvar í tí niðurundirkomna partinum av heiminum, vitnisburðir um mítt hugflog og áræði, avgjørdu vit at fara og leggja okkum<<. Tað er einki mark fyri, hvat ið ein tungusnildur drongur fær seg at siga fyri at sleppa undir dýnuna hjá eini gentu. Svikið hjá dronginum, sum í veruleikanum ikki hevur aðrar kenslur fyri gentuni enn kanska samkenslu, verður tikið fram av at ein hani hoyrist gala tríggjar ferðir. Fyrstu ferð áðrenn hann rættiliga er komin í hóslag við gentuna, aðru ferð tá ið hann rýmir frá henni, og triðju ferð tá ið sólin rísur og hann er við húsini hjá foreldrunum. Umframt hesa ábendingina til ápostulin Pætur, so spyr gentan eisini, hvat pretend merkir. Hartil hevur hon ein litaðan hana úr viði standandi á kommoduni, men hann ávarar hana greidliga ikki. >>Hanarnir gala<< er sorgblíð søga um at svíkja, ikki bert eina gentu, men eisini seg sjálvan, foreldrini og í seinasta lagi lívið. Í >>Borg og smátta<< eru vit í býnum í sjóðandi vakstrartíðum, har tað verður bygt og umbygt í einum yðjandi meldri. Fyrst verður sagt eitt sindur um Slottið, eini ovurstór sethús, og síðani verður skift yvir til mammurnar í teimum smáu kjallaraíbúðunum. Fyrst tey, sum eiga maktina og heiðurin, síðani tey, sum eiga lívið og bera framtíðina í sær. Tey deyðu mótvegis teimum livandi. Høvuðspersónurin Niels Petur Krogh er smákrevjin, men treiskur. Virkishugurin í býnum rínur eisini við hann, men egin sum hann er, fer hann ímóti høvuðsrákinum. Hann droymir um at fáa sær kolkomfýr, og úti í garðinum hjá honum liggur eitt fjall av burturkasti eftir umbygging, og hann fer undir at saga hetta sundur. Hvør fríløtan fer við hesum arbeiði, og hann hevur úr at gera at ansa eftir, at grannar og børn ikki fara avstað við nøkrum, hóast ætlanin bert er at koyra alt í komfýrin. Skramblið og arbeiðið við tí gerst lívsins ætlan. Niels Petur Krogh verður kortini bjargaður úr blindgøtuni, hann er farin inn í. Børnini, sum ganga á hann at fáa tilfar til smáttur, og fyrireikingin til ta árligu uttanlandsferðina sampakka ikki við eina tilveru, har tú gongur við botni. Tilveran snýr seg ikki um at leggja inn undir seg ella at gera umhvørvið til eina forngripagoymslu, og í endanum hevur hann verið á gátt hjá tí einsamøllu mammuni at einum av piltunum. Niels Petur Krogh hevur funnið sær eina leiðarstjørnu. >>Borg og smátta<< er sett saman av fleiri træðrum, sum ikki altíð tykjast at vera tvinnaðir til eina heild. Aftan fyri frásøgnina um Niels Petur og um tey ríku og tey fátæku ger ein hóttan vart við seg: >>Ovast á tindinum norðan fyri býin dagaðu skermarnir á ávaringarstøðini móti luftini, sum dumb ófrættatekin<<. Skermarnir, og tað teir umboða, spøkja fleiri ferðir, og tey ríku royna at verja seg, tað frægasta tey duga: bumbuskýli í kjallaranum og oljutangar í havanum. Børnini og tær einsamøllu mammurnar hava ikki hendan møguleikan, men tað eru teirra dreymar og teirra gerandisstríð, sum ber framtíðina í sær. Smátturnar hjá børnunum - í einum føri lýst í katedrallíki - umboða tær kreftir, sum skulu basa vaktarskermunum. Skóleysi >>Seinasta ferðin hjá Concordiu<< er um at hava ein vinmann og at missa hann, og kortini hava hann hjá tær alt lívið. Leikur fer fram á bygd árini eftir Seinna Veraldarbardaga, og frásøgnin gandar í rámandi og hugvekjandi myndum barnaárini í júst hesi tíð fram: >>Pudursukur og brendar tenn. Svøvnpískutir pápar, sum gingu fyri einki um veturin og vóru burtur alt summarið. Tannleysar mammur, sum keyptu samanlagda keks upp á borg<<. Kjarnin í søguni er vinskapurin hjá frásøgumanninum við drongin Syftun, sum hann kallar Skóleysi, tí hann í huganum hevði givið honum hetta navn, áðrenn hann hittir hann í veruleikanum. Skóleysi er eitt strok, ein sum kanska ikki er nakar meistari innan skúlagátt, men somikið meira uttan. Hinvegin er Skóleysi so nær einum ynskidreymi, at tað ikki tykist petti løgið, at hann doyr undir einari av sínum vandaferðum. Hevði hann yvirhøvur borið til sum vaksin? Frásøgumaðurin sigur seg altíð hava havt hann undir liðini, og at hann seinni í lívinum hevur møtt honum: >>Hann er flakkarin. Tann breyðleysi. Hann, sum fer framvið uttanfyri í regninum og myrkrinum, hygg bakið á honum, har hann fer einsamallur hólpandi<<. Vit hava brúk fyri Skóleysa, menniskjasoninum, at skumpa undir okkum, so vit ikki stívna í fáfongd og sjálvgóðsku. Í >>Ein vatnsøga<< byrgja børnini sær ein hyl at svimja í, tey stirvnu og tvøru vaksnu royna at skræða niður, men børnini laða áhaldandi upp aftur, og líðandi gerst hann ein vátur aldingarður. Ein dagin ætlar ein vaksin kvinna sær at svimja, og bygdin fer á gos, tí hvørjum líkist tað? Hendan kvinnan verður nevnd Øra-Sigga, ikki tí hon er ør, heldur tvørturímóti, men hon er øðrvísi, og tað er nóg mikið. Ein annar svimjari kallast Býtti-Sámal, ikki tí hann er býttur, men góðtrúgvin og tykkin. Tað tronga bygdarumhvørvið loyvir ikki frávikum, hvørki so ella so. Áin og hylurin koyra undir vanahugsan, og so við og við hætta fleiri av teimum vaksnu sær útí, og longu næsta ár verður byrgingin stoypt. Tá ið søgan endar, er bygdin ikki longur bygd, og hylurin ikki longur heimagjørdur. Bygdin er vorðin keypstaður, og áin fer nú inn í hyljar, sum eru settir við flisum og næstan borðalagdir við vippum, baðstovum, hitarúmum og hjálparfólki. Søgan um ánna og bygdina missir eftir mínum tykki ikki sørt av flognum, tá ið hon gerst til eina menningarsøgu. Hinvegin hevjar málsliga kynstrið hjá høvundinum søguna langt upp um vanligar frásagnir av hesum slagnum. Á deyðans gátt Seinasta søgan er tittulsøgan >>Hotel Heyst<<. Hon er um lívið á eini pleygudeild, har fyristøðukvinnuni avgjørt ikki dámar broytingar. So tá ið ein ung hjálparkvinna fer undir at lætta um lívið hjá teimum eldru og stytta teimum um tíðina, gerst fyristøðukvinnan heilsuveik. Tað eydnast henni tó rættiliga skjótt at reka ta ungu gentuna burtur, og so verður hon sjálv frísk aftur. Men hetta er bara ein feril av søgugongd, sum hongur uppi í høvuðstemanum: lív og dreymar á deyðans gátt. Søgan er greidliga skrivað av einum, sum kennir eina pleygudeild, og lýsingarnar av teimum gomlu eru bæði kenslubornar og merktar av stórari virðing fyri teimum. Onkur myndin ber eisini av; t.d. vil Demmus bara sita úti á gongini, onga aðrastaðni, tí hann vil síggja alt sum fer fram. Sum høvundurin sigur: >>Demmus vil vera úti á streymasjógvi<<. Hanus Andreassen gandar livandi verur við drúgvum royndum burtur úr eini fjøld av burturgloymdum hamum, og vísir á hvussu starvsfólkini á eini tílíkari deild stríðast, sum høvdu tey líka nógvar armar sum ein høgguslokkur, og við einum treysti sum Sisyfos kongur. Søgurnar í >>Hotel Heyst<< eru eitt sindur øðrvísi enn tær í teimum undanfarnu søvnunum. Og ikki bara tí frásøguhátturin í fleiri førum er ein annar _ tann alvitandi frásøgumaðurin ger meira vart við seg _ men tí at elli og deyðin eru frammarlaga. Kortini eru søgurnar ikki svartskygdar _ heldur ikki >>Hotel Heyst<< _ viðhvørt kanska merktar av einum dámi av sorgblídni, at lívið so lætt fer ímillum fingrarnar. Annars kennast tær sum heild minni persónligar enn fyrr, og í stuttum kanst tú siga, at tær fult so væl eru samfelagslýsingar sum persónslýsingar. AÐRAR SØGUR Seinnu árini hevur Hanus Andreassen ikki gjørt nógv burtur úr stuttsøguni - megnarverkið um Janus Djurhuus tykist at vera farið við allari tíðini - men tað er eydnast mær at finna nakrar stakar søgur. Eg skal umrøða tvær av teimum. >>Ein ónyttug stjørna<< bregðir á tvinnanda hátt úr ætt. Hon hevur kvinnuligan høvuðspersón, og hon er kanska einasta søgan, har høvundurin sleppur egnum royndum og kjósar sær annara lív sum tilfar. Søgan er í høvuðsdráttum tikin úr lagnuni hjá Onnu og Janusi Djurhuus, men ymisk frávik verða gjørd _ ætlandi fyri ikki at ganga ov nær _ og persónarnir hava onnur nøvn. Katharina á Nesi er flutt til høvuðsstaðin og hevur bygt sær eini stór hvít hús oman fyri nýggju dansistovuna. Aloftast er hon fyri seg sjálva, men hendingaferð fær hon vitjan av kenningum, og tá verður mangan røtt um farnar tíðir og hendingar. Tað kvøldið, lesarin fylgir, verður tosað um árið 1912, tá ið Titanic sakk, og sluppin Hansina gekk burtur. Ein ófrættarámi verður á henda hátt gandaður fram, um somu tíð sum høvundurin ger vart við, at vinfólkini ikki taka hvønn annan ov hátíðarliga, at tey hugna sær: >>Sigarroykurin ringdi seg um tey fýra, sum ein verja ímóti tí grefligu nútíðini<<. Tann nevnda nútíðin má, mett eftir nýggju dansistovuni, vera umleið 1930. Í søguni verður skift ímillum nútíðina og so aftur til beint eftir aldaskiftið. Sagt verður frá sagt, at Katharina er læraralærd í Kjøpinhavn, at hon har hevur kent skaldið Grím, men at hon nú er flutt heim fyri at taka upp starv. Hon gerst unnusta hjá læknanum Julius Helms, sum er ólukkuliga giftur tí viðbreknu Friede Rienecker. Líkt er til, at Frieda má fara av landinum, og so er jú leyst og liðugt hjá Katharinu og Juliusi. Men Grímur vil tað øðrvísi. Hann kemur úr Danmark og sigur, at hann vil giftast Katharinu - Cathy nevnir hann hana við eini ábending til >>Wuthering Heights<< hjá Emily Brontë - og fær hana at senda læknanum narribræv. Dagin eftir hevur Julius tikið lívið av sær, og konan fer stutt eftir av landinum. Grímur hevur fingið sín vilja, og hann giftist eisini Katharinu, men síðani frættir hon ikki nógv frá honum: >>Og fimm ár seinni var alt samband teirra millum slitið, hóast tey ongantíð vórðu skild. Grímur á Nesi gjørdist skald og drykkjumaður og gitin kvinnudárari<<. Í endanum eru vit aftur í nútíðini, og spurningar úr fortíðini verða havdir á lofti. Í ungdómstíðini í Kjøpinhavn hevði Grímur einaferð, tey vóru ávegis at síggja >>Når vi døde vågner<< eftir Henrik Ibsen, skírt Katharinu la froide majesté - tann kalda tignin - og sagt henni, at orðini vóru úr eini yrking hjá Baudelaire. Hann skoytir uppí, at Charles Baudelaire er hansara alter ego. Hon spyr nú ein av gestunum, hvør merking býr í hesum orðum og fær samanhangin: >>Strálar um ævir sum ein ónyttug stjørna / tann kalda tignin hjá tí ófruktbaru kvinnuni<<. Tá ið gestirnir eru farnir, fær hon vitjan av teimum deyðu. Fyrst kemur Julius og sigur henni, at børn og abbabørn teirra sova _ tvs. tey børn, tey kundu havt _ og hon spyr hann, hví hann ikki bíðaði. Men tá svarar Grímur til, at tað hevði verið til fánýtis, tí so var hann bara komin aftur. Og børnini hjá teimum báðum eru yrkingasøvnini. Hvussu víkur og vendir, so er hon hansara. At hann ikki sýnir henni nakað umhugsni yvirhøvur, er líkamikið, hon er ein finna í hansara fyrilitaleysa talvi. Og einastaðni verður sagt, at hóast hann hevði havt ráð at lata hana vinna júst í talvi, so hendi hetta sjáldan. Søgan endar við, at dansistovudyrnar fara upp, og Grímur veðrast burtur: >>Men ítí tey hvurvu, helt Katharina seg hoyra eitt smellandi ljóð, sum av einum endaligum talvleiki<<. Søgan snýr seg um listina og lívið og um tey tvítýddu og spentu viðurskiftini hjá listamanninum bæði til lívið og til listina. Droymast kann um jarðarlívið, men tann treytin, at tú ert borin til listamann, vikast ikki. Fyri hesum má alt víkja. Eisini tey, sum standa tær næst. >>Ein ónyttug stjørna<< er - hóast áhugaverd - ikki fullborin. Teir einstøku partarnir megna ikki at gera eina samansjóðaða heild, til tað verður ov nógv drigið uppí, og úrslitið er, at søgan liðast sundur, so at summi brot koma at standa so undarliga fyri seg sjálvi. Meginútsøgnin gerst tískil kámari og ógreiðari, enn neyðugt var. Filosofisk frásøgn Fyribils seinasta stuttsøgan hjá Hanusi Andreassen fer fram >>á 21. aldarmóti<< og tykist tí at seta á eina heilt aðrastaðni enn tær undanfarnu. Rák og fatan í søguni eru kortini hini somu, sum eyðkenna skaldskapin sum heild. >>Oyggin hjá Dr Goll<< ferðast líkasum tann undanfarna søgan á fleiri tíðarstigum, men haraftrat eisini í dreymi. Lagt verður mitt í vaðið: >>Vit sigldu norðureftir, og motorurin sjóðaði sum ein heimligur ketil...<< Hvørji >>vit<< eru, fær lesarin ikki at vita, men við søgulok kann ein hampilig giting gerast. Frásøgumaðurin hugsar aftur til sína fyrstu vitjan >>til meistarans land<<, sum greidliga er Sveits, men hvør >>meistarin<< er, verður ikki sagt. Í næstu løtu eru vit aftur umborð á skipinum, har frásøgumaðurin sovnar og droymir dreymin, sum myndar meginpartin av søguni. Í dreymi er skipið ikki farið avstað enn, og uttan fyri kaffibarrina á keiini møtir hann gamla vinmanninum Lukasi, sum hevur valt eina meiri ítøkiliga kós enn ta eysturlendsku. Lukas biður hann koma við sær, hann skal vísa honum nakað, og meðan teir koyra, fortelur Lukas um Dr Goll. Dr Goll hevur ríkað seg upp og fingið hendur á eini oyggj, har hann hevur bygt sær eina >>glæstriborg í býzantinskum sniði, við fýra leykskaptum tornum<<. Og nú kemur endamálið við útferðini: meðan teir báðir hyggja at, verður oyggin hjá Dr Goll sprongd í luftina. Aftanfyri stendur Koyrilin, felagsskapurin hjá Lukasi, sum ikki longur vil sita hendur í favn, meðan lúsakjálkar ríka seg upp og landið afturfyri fellur í armóð. Hetta vísir seg tó heldur ikki at vera nøkur loysn. Tí Lukas krevur tagnarskyldu av frásøgumanninum, og tá ið hesin himprast, verður hann skotin. Í somu løtu vaknar hann umborð á M/S Nirvana, loysir av við róðrið, og tankarnir fara aftur til ta ferðina, hann vitjaði í landinum hjá meistaranum. Søgan endar við hesum báðum reglum: So reistu vit aftur mastur við laðbergsklett og sigldu inn í dýrd hina kvirru nátta. Hetta eru útgangsorðini í týðingini hjá Hans Dalsgaard av yrkingini >>Papar<< hjá Davíði Stefánssyni frá Fagraskógi. >>Oyggin hjá Dr Goll<< hevur ein næstan jarðfrøðiligan bygnað, har flógv er løgd oman á flógv, um somu tíð sum gongir og syllar skjótast í ymsar ættir. Á yvirflatanum er søgan einføld, men grevur tú bert eitt vet niður, so kemur ein stak samansettur bygnaður til sjóndar, har bæði europeisk og eysturlendsk mentan hava latið tilfar til støðið. Stuttsøgan snýr seg greidliga um undirgang og leitan eftir eini nýggjari ætlan við tilveruni. Tað gamla verður sett upp ímóti onkrum nýggjum, sum ikki rættiliga er funnið enn, hóast kósin er sett eystureftir. >>Oyggin hjá Dr Goll<< á tremur av bókmentaligum hugasambondum, og endareglurnar úr >>Papum<< fáa fram ein parallell millum søgu og yrking. Í yrkingini eru tað írskir einsetumenn, sum taka >>bøkur, bløð og fjøðurstav<< og flýggja undan einum fólki, har svik og bróðurmorð verður hálovað. Á sama hátt sum einsetumenninir, rýma tey umborð á M/S Nirvana undan eini andleysari mentan, sum tá aftrat hevur koyrt landið á húsagang. At, sum Lukas og hansara menn, venda øksini og svørðinum ímóti kúgarunum sjálvum, verður víst aftur sum ein óbrúkilig loysn. Harðskapur elur harðskap. Hesar báðar seinnu søgurnar hava ymiskt í felag. Tær eru báðar royndir at seta á eina aðrastaðni enn í tí undanfarna skaldskapinum, báðar eru settar saman av søgum innan í søgum, og tær ferðast á fleiri tíðarstigum. Hetta ger tær fløktari enn tær undanfarnu, og í vissan mun eru tær bókmentalig putlispøl. Teknikkurin at fella søgur inn í hvørja aðra veitir góðan møguleika at draga ymislig brigdi og temu upp í leikin og lýsa tey við hvørjum øðrum. Bágin er, at lesarin hevur ilt við at halda skil á, hvar hann flýtur, og hvønn týdning ávísar hendingar hava fyri søgugongdina. SAMANFATAN Eitt afturkomandi tema í øllum skaldskapinum er ivin. Hetta ikki at tora at taka eina avgerð, ongantíð rættiliga vita, hvør støðan er, og hvat tú skalt gera. Tað ótrygga, døpurhugin, er eitt mynstur potað niður í drongin í barndóminum, og hann stríðist langt inn í manndómin at gera seg leysan. Barnaárini, ið onkursvegna áttu at verið eitt paradís, eru av vaksnamannaávum vorðin eitt helviti. At síggja til skal alt vera so deiligt, men yvirflatin er ein glæstrilygn, og undir henni býr tann tvitni veruleikin. Tú kanst siga, at barnaárini seta fót fyri tí vaksna manninum. Gongdin í >>Dóttir av Proteus<< fellur í trimum. Fyrst er frásøgumaðurin har hann er settur á fold, og í stóran mun má hann lata sær lynda. Í øðrum umfari hevur hann slept (ó)trygga upprunanum, men er ikki komin á nakað mál. Loksins er hann komin longri fram á leiðini, men ikki har ætlanin var. Í >>Við tendraðum lyktum<< góðtekur frásøgumaðurin at enda seg sjálvan og tekur við kostinum at standa uttan fyri vanliga samfelagið. Hvussu hann virðir seg sjálvan, er ikki longur treytað av, hvat onnur halda ella meina, hetta er honum nú líkamikið. Tey bæði fyrstu søvnini gera sostatt eina heild. >>Hotel Heyst<< og søgurnar, sum koma seinni, flyta seg á ymsan hátt tematiskt, men kortini takast tær í stóran mun við teir somu eksistentiellu trupulleikarnar. Stuttsøgurnar eru í stóran mun um at vera í einum tilveruumskifti, í einum tómrúmi millum barna- og unglingaár og millum unglinga- og vaksnamannaár. Í einum tílíkum umskifti stendur tú í váða, hevur slept eini støðu, uttan at ein nýggj er komin í staðin, og vandin fyri at forfarast er stórur. Nívandi tilveruumskifti er ein av høvuðstræðrunum í skaldskapinum, og sjálvt seinasta søgan, >>Oyggin hjá Dr Goll<<, hevur umskifti sum tema, men á einum øðrum støði enn í t.d. >>Dóttir av Proteus<<. Allar hesar broytingar eru kortini í ætt og eru brigdi av einum ynski og eini vón um, at ein øðrvísi tilvera má finnast. At tað má bera til at liva uttan at gerast partur av einum meldri av ákoyrandi slúkni ella at ana, krógvaður til viks frá tilverunnar alfaraveg. Samanfatandi kann hetta nevnast dreymurin um eina aðra leið, og serliga í seinni søgum verður tann eysturlendska havd á máli. Kortini verður longu borið við hana í >>Tí bláu kannuni<<. Í søgunum hjá Hanusi Andreassen verður tað eisini gjørt greitt, at elli og friður ikki neyðturviliga eru tvíburar. Tvær søgur - >>Gerontiskt millumspæl<< og >>Deyðans kossur>> - snúgva seg beinleiðis um, at menn á gamalsaldri tvørturímóti at binda frið brenna enn harðligari á, nú árini fyri framman fækkast. Amerikanska fyrimyndin Skyldskapur við Edgar Allan Poe ger í fleiri førum vart við seg. Kvinnumyndirnar hjá báðum eru tíðum eyðkendar av eini tvítáttaðari kenslu av angist og atdráttri. Hanus Andreassen brúkar eisini av og á ein Poe'skan teknikk í søgubygnaðinum. Eins og hesin ferðast hann viðhvørt á fleiri tíðarstigum um somu tíð og við røddum inni í høvuðsrøddini, so at lesarin ikki er fullkomiliga vísur í, hvør rødd er tann narrativt galdandi. Ein ótryggleiki verður aldur fram, ein óvissa, sum er spenningsskapandi. Dømi um eina søgu av hesum slag er >>Dóttir av Proteus<<. Í einum øðrum líkist Hanus eisini Poe, og tað er hetta at skriva í mun til bókmentir, at relatera til skaldskap uttan fyri søguna, og at søgan stendur í beinleiðis lutfalli til eitt ella fleiri onnur ritverk. Bróðurparturin av søgunum er at síggja til grundaður á egnar royndir, og hesar verða so ílatnar ymiskar hamar, fevnandi frá endurminning til alvitandi frásøgn í triðja persóni, men skyldskapurin følist alla tíðina. >>Ein ónyttug stjørna<< er einasta søgan, har høvundurin fer heilt út um seg sjálvan og egnar upplivingar. Á vegamótinum millum at vera barn og vaksin hevur menniskjan lætt við at skumpa ábyrgdina frá sær. Men fríger hon seg ikki frá teimum, sum natúrliga hava rátt yvir henni í barnaárunum, leingir hon hetta vald langt inn í manndómin. Ein meginlind í skaldskapinum hjá Hanusi Andreassen er júst hetta frælsisstríð og síðani bardagin ímóti at verða persaður í samfelagsins prokrustessong. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Hvat við einum mennandi málfundi? At verja og røkja mál okkara er ofta at bera saman við ein urtagarð. At verja og røkja mál okkara er ofta at bera saman við ein urtagarð. Verður urtagarðurin ikki nóg væl røktur, fellur hann í órøkt; verður málið ikki røkt til lítar, verður tað liggjandi órøkt. Men skal málið ikki ganga aftur á hondina, er ikki nóg mikið at onkur bert av tilvild roynir at røkja og handfara málið væl. Øll eiga málið, og tí mega øll verja og røkja um tað, eins og tú røkir og hevur umsorgan fyri tær sjálvum ella tínum nærmastu. Onkuntíð hevur verið havt á lofti, at føroyskt mál er viðbrekið og kompliserað, at tað hevur ikki ein og hvør skil fyri. Hetta er ikki nakni veruleikin, men minnir ikki sørt um skálkaskjól, sum tey gomlu nýttu til tess at ræða børn síni, um tey um kvøldið leitaðu sær oman í fjøruna. Fólk, sum hava áhuga og alsk fyri at læra føroyskt bæði bókmentaliga og málfrøðiliga, eiga at verða eggjaði til tað. Tað tykist sum, at føroyska Málnevndin hevur verið afturhaldandi í hesum at reka ein demokratiskan málpolitikk. Heldur koma út í ljósið og fáa luft undir veingirnar, so at almenningurin ikki aftrar seg við at luttaka í málstøðu okkara. Spurningar tróta ikki. Kanska halda summi, at føroyskt er nakað stirvið, uppturkað rekatræ. Hugsaninar eru ymiskar. Men so kunnu vit spyrja, hvussu ofta almenningurin hevur luttikið í nøkrum málpolitikki. Her hugsi eg serliga ikki um bløðini, tí tað er altíð sjálvsagt ein onnur atmosfera, tá tú situr heima hjá tær sjálvum og kommunikerar við eina deyða teldu, heldur enn at tú átti at farið og luttikið á einum livandi og mennandi kjakfundi, sum t.d. kundi verið hildin í Norðurlandahúsinum. Ja, hví ikki skipa fyri einum málkjakfundi, so vit kundu fingið at sæð okkara vísmenn á Fróðskaparsetrinum. Ella hevur almenningurin als ongan rætt í okkara málstøðu í dag. Jú, sjálvandi eiga øll málið. Hetta kann tykjast láturligt, men er veruleikin so, hví so ikki skipa fyri einum breiðum málkjakfundi, sum kundi verið hildin í útvarpshøllini ella Norðurlandahúsinum. Nú Móðurmálsorðabókin enn ikki hevur sæð dagsins ljós, hví so ikki havt ein mennandi kjakfund um hesa rúgvusmiklu orðabók, so at almenningurin kundi fingið okkurt við í hana, sum hann ella hon hevði havt uppá hjarta, áðrenn Móðurmálsorðabókin sá dagsins ljós. Tí meti eg, at vit ikki hava eina demokratiska málstøðu, tá eingin frælsur og mennandi kjakfundur er. Men sum støðan er í dag, har málið er við at fara í tvíningar, og almenningurin ikki eigur nakran leiklut, er enn talan í dag um eina diktatoriska málstøðu. Ongantíð er í dag so stórur tørvur á orðabókum. Men er tørvurin nøktandi? Næmingur visti ikki, hvussu orðið tyrla skuldi skrivast. Hetta orðið stóð ikki í orðabókini (Føroysku-donsku, 1961). Heldur ikki at finna í eykabindinum (1974). Men leitandi aftur í Donsku-føroysku útgávuna - ta seinast útkomnu - stendur orðið tyrla og helikoptari. Har fann næmingurin orðið. Men har eru tvinni samheiti í at velja. Málnevndin skjýtur upp at nýta orðið tyrla heldur enn helikoptari, meðan Donsk-Føroysk Orðabók mælir til at velja annaðhvørt ella bæði orðini. Hóast tann demokratiski málpolitikkurin er víðkaður, uttan almenningurin hevur havt ein fingur í spælinum, har eisini orðfeingið í Donsku-føroysku orðabókini er víðkað í munin til fyrru dygdargóðu útgávuna hjá Jóhannesi av Skarði, so er ongantíð so stórur tørvur í dag við at skipa fyri einum málfundi. Hvat vil t.d. Fróðskaparsetrið við sínum málpolitikki í dag. Hvagar gongur leiðin? Praktikantarnir hava hitt vinfólkini Tvær tær síðstu vikurnar hava 9. flokkarnir úr Fuglafjarðar skúla, og 10. flokkarnir úr Ósaskúlanum í Klaksvík, verið í starvsvenjing. Vit hava verið og tosað við nakrar av teimum Katrin Poulsen, Klaksvík, var í starvsvenjing í fysioterapistovuni Stimbur, og henni dámdi ógvuliga væl. Hon hjálpti m.a. við at leggja fólk í hita, pakka tey út, geva teimum ultrastrálur, massera teimum og gera vanligt kontórarbeiði. >>Eg haldi hetta verða stuttligt arbeiði, og kanska kundi hetta verði tað, ið eg vildi lært til seinni í lívinum,<< sigur Katrin. Sóley Hammer, Klaksvík, var á Ferðaráð Føroya. Har dámdi henni væl. Hon gjørdi ymiskt kontórarbeiði, svaraði brøvum frá fólkum, ið eru áhugað í Føroyum, tók telefonuna og annað kontórarbeiði. Seinni í lívinum hevði henni dámt at arbeitt við kontórarbeiði. Jóhan Símun Joensen gongur í Fulafjarðar skúla. Hann hevur verið í Norðurlandahúsinum í starvsvenjing. Hann er til arbeiðis frá kl. 9 til 15-16. Honum dámar væl. Starvsfólkini eru sera fyrikomandi og vinarlig. Hann passar telefon, ger tíðindaskriv og hjálpur til við at gera pallar. Eisini spælir hann nógv á teldu. Hann sigur at honum hevði dámt væl at arbeitt fast á Norðurlandahúsinum. Karl Leiti úr Fuglafirði er í Elding í SMS. Hann sleppur at royna nógv ymiskt arbeiði. Starvsfólkini eru sera fitt og skemtingarsom, og tí dámar honum væl. Hann er til arbeiðis frá kl. 9 til 18-1830 . Hann koyrir vørur út, setur vaskimaskinur upp og mangt annað. Honum dámar væl í Elding, men hann kundi ikki hugsað sær at arbeitt fast í einum handli. Smyril mátti avlýsa í gjár ­ Ferðaætlanin hevði farið heilt av lagi og tí varð gjørt av at avlýsa tveir túrar í gjár. Í gjár var ein av teimum heilt fáu ferðunum, Smyril hevur avlýst siglingina ímillum Havnina og Suðuroynna Í gjár tók Strandferðslan tað sjáldsama stig at avlýsa báðar seinnapartstúrarnar hjá Smyrli ímillum Havnina og Suðuroynna. Smyril skuldi fara av Havnini á miðdegi í gjár, og norður aftur úr Suðuroy klokkan 14.30. Men veðrið var so ringt at fyrsta avlýsingin í vetur varð veruleiki. Ístaðin skuldi siglast suður aftur eftir vanligu ferðaætlanini klokkan 17.30. Skiparin á Smyrli sigur, at tey kundu saktans havt siglt suður fyri veður. Men líkindini vóru kortini so vánalig, at ferðaætlanin hevði farið heilt av lagi og tí varð gjørt av at avlýsa báðar seinnapartstúrarnar. Í slíkum líkindum tekur ferðin suður ikki undir tríggjar tímar. ­ Tvs, at vit høvdu í fyrsta lagi kunna farið norðuraftur klokkan 15.30, ein tíma ov seinir eftir ferðaætlanini. Og tað vil so aftur siga, at fráferðin úr Havn klokkan 17.30 hevði ikki kunnað verið fyrrenn í fyrsta lagið klokkan 19.30. Skiparin sigur, at eftir teirra tykki hevði hetta verið so tvørligt hjá ferðafólki, teir ístaðin valdi at avlýsa heilt, ístaðin fyri at lata fólk ganga og bíða í fleiri tímar. Gingið hampiligt Skiparin sigur, at suðuroyingar vita, hvussu tað er at sigla um suðuroyarfjørð í ringum líkindum, so teir mótmæla ikki, táið ferðir verða avlýstar. Hann var landsynningur og eystan í ættini og tað eru ringasta ættirnar suður. Vindurin var upp í 20 metrar um sekundið. Í gjár gjørdi eisini tað seg galdandi, at tað rak í ættina. Tað hevði verið sera ófantaligt suður. Annars hevur tað verið sama veðrið at kalla alla vikuna. Men tað hevur ikki verið so ringt at sigla, sum tað hevur sæð út til av landi. ­ Tað hevur passað seg so, at rákið hevur so gott, og tað hjálpir ónatúrliga væl. Men seinnapartin í gjár høvdu teir fingið eystfalsbroddin ímóti sær í Suðuroyarfjørði. Sovorðnar dagar er ikki nógv ferðafólk við. Tað eru næstan bara tey,. sum noyðast. Fyri at gera tað túrin lættari hjá ferðafólki, plaga teir at fara vesturum Sandoynna í slíkum líkindum. Í besta føri ger tað túrin ein hálvan tíma longri,. Men tað rullar so nógv minni, at ferðafólk vilja heldur verða tað longri umborð. Men soleiðis sum veðrið hevur verið seinastu dagarnar, hevur Smyril mangan havt yvir tríggjar tímar um hvørja ferð. Eisini í gjárkvøldið skuldi hann fara vestanfyri. Annars siga teir frá batnandi veðri nú, so vónandi verður tað frægari í komandi viku. Eini 190 fólk fyrsta dagin Handlar og fyrireikarar eru nøgdir við fyrsta sølustevnudagin í Vági. Mesta fólkið verður í dag og í morgin Sølustevnan í Vági hevur gingið gott higartil og báði seljarar og fyrireikarar eru væl nøgdir, hóast veðrið hevur verið alt annað enn til vildar. Teir stóru dagarnar eru ikki fyrrenn í dag og í morgin, tá verður roknað við tí nógva fólkinum. Men fyrsta stevnudagin, hóskvøldið, vóru longu 190 fólk á stevnu, og tað eru øll nøgd við. Tað var heldur ikki sørt, at báði vørur og pengar skiftu eigara longu. Longu hetta fyrsta kvøldið varð onkur bilur seldur. Ein annar handil sigur, at hann beinanvegin seldi fyri helvtina av útreiðslunum. Og ein triði handil segði seg hava selt fyri næstan 2.000 krónur og helt tað verða frálíkt afturímóti fyrsta degnum á sølustevnuni í Havn, táið tey bara seldu fyri 50 krónur tann fyrsta dagin. Jólasølustevnan heldur fram í dag og í morgin Í dag letur stevnan upp klokkan 14 og letur aftur klokkan 20. Í dag er nógv undirhald á skránni. Klokkan 16 og klokkan 19 fer Regin Jacobsen at spæla harmoniku, og klokkan 18 fer Hanus Johansen at syngja. Í morgin letur stevnan upp klokkan 14 og klokkan 21 fer Heri Joensen, prestur, at enda hana við nøkrum orðum. Eisini í morgin er nógv undirhald á skránni. Klokkan 15 fer Hanus Johansen at syngja og klokkan 17 fer dansifelagið "Dansið við^3 at vísa fram útlendskan fólkatónleik. Og klokkan 20.30 fer musikskúlaorkestrið at spæla. Báðar dagarnar gongur jólamaðurin runt í høllini við karamellum til børnini. Jólamaðurin gongur runt klokkan fýra báðar dagarnar, umleið ein tíma hvørja ferð. 80 ára gomul model Annars eru onkrar smávegis broytingar í skránni. Tvær mótasýningar eru avlýstar. Sostatt verða mótasýningar bara í dag klokkan 17 og í morgin klokkan 18. Á mótasýningini verða víst klæðir báði til børn, ung, vaksin og gomul - og heilt gomul, báði stásklæðir og arbeiðsklæðir. Fleiri óvitar fara at ganga modell og elsta modellin verður Anna Petersen, sum er farin væl um tey áttati. Tey, sum vísa klæðir fram eru Esmar Simonsen, Shop In, Chic, All Inter Sport, Toystovan og Madam L. Tilsamans eru 19 handlar kring alt landið við á sølustevnuni Harumframt hevur VB fýra básar, har tey selja breyð, kaffi, kakur, ís, o.a. VB hevur eisini ein bás við ymsum eydnuspæli í, 21 spæli o.tíl., sum mest er til børn Trígjar bilasølur eru: Wenzel við Ford, Auto Vulk við Daewoo og nú er Martin Dam Jacobsen komin afturat við Honda og Skoda. Annars er úrvalið fjølbroytt, báði frá eykalutum og útgerð til bilar, skóm og klæðum, til teldur, sjónvørp og aðra elektroniska útgerð. Nepal ­ eitt tað fátækasta landið í heiminum Tað gerst alt meira vanligt, at føroyskir ungdómar fjakka kring knøttin. John Thomsen úr Havn og Halla Poulsen úr Froðba eru á fjakkaraferð úr Nepal til kyrrahavsoyggjar. Henda fyrsta frásøgn teirra er úr Nepal John og Halla á fjakkaraferð í Fjareystri Sum vit sita og blaða gjøgnum dagbókina yvir tær síðstu vikurnar, skilja vit, at tað verður ógvuliga ringt at velja og vraka. Alt hevur verið so spennandi, og vit hava upplivað eina rúgvu. Vit hava verið í Nepal í 3 vikur, og hetta er eitt ógvuliga sermerkt land. Nepal, ið er eitt kongaríki í Himmalaya-fjøllunum, liggur norðan fyri India og sunnan fyri Tibet. Landið er merkt av sera høgum fjøll-um og sera djúpum dølum. Í norðara parti av landinum liggja tey hægstu fjøllini í heiminum, harav 8 eru yvir 8000 m høg. Høvuðsstaðurin eitur Kat-mandu og liggur nøku-lunda mitt í landinum. Har búgva uml. 700.000 fólk, og fólkatalið veksur alsamt. Eitt tað størsta vandamálið hjá Nepal er júst tann stóri fólkavøksturin. Tad er mett, at í ár 2050 fer fólkatalið at verða trífaldað, og orsøkin til hetta er tann mest sjálvsagda, tá hugsað verður um menningarlond: Tað er ongin sosial trygdarskipan, so tey eru noydd at fáa nogv børn, ið so kunnu taka sær av teimum, tá tey verða gomul. Nepal er eitt sera fátækt land og fær eina ta hægstu menningarhjálpina í heiminum. Hetta fátækra-dømið sært tú eisini aftur allastaðni. Fólk búgva í skúrum, ið vit vanliga høvdu kallað hol í jørðini. Tey ganga í gomlum, skitnum klæðum, og tú hittir alla tíðina børn, ið biðja um pening. Ringt er at siga nei, men tað er umráðandi at gera so, tí annars kunnu børnini fáa ta fatan, at tað er lættari at bidda enn at brúka tíðina til at fara í skúla og fáa eina útbúgving. Tað eru nógv sløg av biddarum, og ringt er at skyna millum teir "røttu^3 og hinar, t.d. gongur ein "heilagur maður^3 runt á Durbar plássinum í Kat-mandu (eitt stórt torg við templum) og tekur pening fyri at verða avmyndadur. Tað sigst, at hann er ein av teimum ríkastu monnunum í dalinum. Ferðin byrjaði Ferð okkara byrjaði í Kat-mandu, har vit lendu uml. á middegi ein mikudag. Vit høvdu fingið at vitað, at tað var ongin trupulleiki at fáa visum á flogvøllinum, men vit gjørdust klókari. Fyrst máttu vit standa í kø at veksla - tað tók eitt langt og annað breitt - og síðan aftur at standa í kø fyri at fáa visum stemplað í passið. Áðrenn vit komu so langt, hoyrdu vit tilvildarliga, at tú skuldi hava mynd av tær sjálvum fyri yvirhøvur at fáa visum. Hetta vistu vit onki um, og høvdu sjálv-andi ongar myndir. Ongin møguleiki var at taka myndir á flogvøllinum, so vit vórðu noydd at oyði-leggja okkara ungdómskort, ið gevur okkum avsláttur ymsastaðni. Aftaná funnu vit útav, at vit bara kundu havt goldið eitt sindur meira, so hevði tað verið í lagi. Tá vit komu út av flog-vøllinum vórðu vit álopin av taxasjaførum, ið allir vildu hava okkum at koma við júst tí og tí bilinum. Hetta kemst av, at teir hava avtalur við hotellini um at fáa ómaksløn, >>commiss-ion<<, fyri at koyra ferðafólk hagar. Vit fóru so við einum, ið koyrdi okkum beint til tann dýra partin av Thamel, norðara býarpartin, har vit so vórðu slept inn a eitt hotell, ið var alt ov dýrt til okkum. Vit vórðu tó verandi her ta fyrstu náttina, tí vit vóru ógvuliga móð av at ferðast. Gøturnar í Nepal Vit vórðu verandi í Kat-mandu í 3 dagar, og bæði vóru samd í, at okkum dámdi ikki so væl har. Vit búðu nú í tí bíligara part-inum av býnum - í tí víða-gitnu Freakstreet, har allir hippi^1arnir hildu til i 60^1unum og 70^1unum. Nepal er heimskent fyri sín "fría^3 hugburð mótvegis rúsevnum, hóast hesi eru bannað. Hetta gjørdi at hippi^1arar streymaðu til landið í Flower Power tíð-ini. Søgur ganga um, at onkrir av hesum eru aldrin komnir víðari og ganga enn og mala í gøtunum í Kat-mandu. Vit halda okkum kanska hava sæð onkrar av hesum - men - okkara hug-flog eru eisini í ordan. Tú leggur beinanvegin merki til henda áðurnevnda hugburð, tí tú kanst ikki ganga 100 m eftir gøtuni uttan at verða steðgaður av onkrum, ið vil selja tær slíkt. Tað er lætt at skilja hví, tí nepalesar halda allir, at tað er einasta orsøk til at ferðafólk koma higar, og hetta kann ein ikki siga teir ringar fyri. Hindutemplið Tann eina dagin í Kat-mandu bjóðaði ein ungur maður seg at vera guide hjá okkum, og vit fóru so til gongu móti einum templi, kallað Monkey-temple. Hetta tempul var til heiðurs fyri Buddah, og lá uppi á einum høgum heyggi. Vit høvdu roknað við, at her var eitt tempul, og onki meir, men tap vísti seg, at tað var í veruleikanum ein heil landsbygd inni í templinum. Hetta vóru vit sera bilsin um. Søgan um templið er long og torskild, so hana koma vit ikki inn á, men tað løgnasta vit upplivdu her, var, tá vit fóru inn í eitt hindutempul. Tað er soleið-is at flestu nepalesar eru hinduistar, men eru stórliga ávirkaðir av Buddismuni. Tí var tað eisini eitt hindu-tempul í hesum >>Monkey-temple<<, tað var har inni at vit upplivdu hetta løgna; vit sóu/hoyrdu hindumunk-arnar biðja, og tad var nakað annað enn har heima. Teir vóru kanska einir tíggju/tolv, og allir høvdu hvør sína trummu, og bóðu hvør í sínum lagi. Av hesum stóðst ein infernalskur larmur, ið tyktist alt annað enn virðing fyri einum gudi. Hugsar tú um føroyska hugtakið ^3at sita í andakt^3, so var hetta júst tað øvugta. Orsøkin til at tað verður nevnt monkeytemple er, at her heldur ein rúgva Rhesusapum til. Tær liva av ruski frá ferðafólkunum. At rafta er at sigla í gummibáti oman eftir eini á við hørðum streymi Tann fjórða dagin í Kat-mandu fóru vit tíðliga upp, tí vit skuldu avstað við ein-um bussi, ið skuldi føra okkum til annað Trisuli. Har skuldu vit so rafta oman eftir, og hetta var eitt satt upplivilsi. Vit vóru seks fólk í bátinum, og eingin hevði roynt hetta fyrr. At rafta er at sigla í gummibáti oman eftir eini á við hørðum streymi, leysliga umsett. Fólkini hava eina ár í part, og sita á sjálvum kantinum. Har er einki at halda í, tá skalt sjálvur syrgja fyri at halda javnvágina, annars dettur tú útí. Tú fært bjarg-ingarvest og trygdarhjálm at verja teg móti fallinum. Vit lærdi tær fáu kom-mando^1nar, og so byrjaðu vit. Í fyrstani var tað torført at finna javnvágina, men tað lærdu vit skjótt. Aftaná at hava raftað eitt sindur út á seinnapartin, koma vit til eitt stað, har streymurin var sera harður. Guidin bað okkum halda fast, og so brustu vit í alduna. Vit komu skeivt fyri, og báturin reisti seg. Knappliga lógu vit bæði og tvey onnur í ánni, men áðrenn vit fataðu tað heilt vóru vit togað upp aftur í bátin. - Áðrenn vit fóru, hevði guidin greitt okkum frá, hvussu vit skuldu gera tá vit duttu útí, men tað høvdu vit als ikki tíð til at hugsa um. Vit vóru í ánni, og so vóru vit uppi í bátinum aftur! Tað var rættiliga skelkandi at uppliva, men aftaná vóru vit øll samd í, at tað var hædd-arpunktið á túrinum. Nationalparkin í Nepal, Chitwan Eftir hetta vóru vit í tveir dagar í tí størstu national-parkini í Nepal, Chitwan. Har liva øll møgulig sløg av djórum, kend sum ókend. Vit sóu nú ikki so nógv av teimum, men tað var tó nóg spennandi fyri okkum. Vit sóu tvær kroko-dillur meðan vit róu í kano, og tá vit vóru inni í jungluni hittu vit eitt nasahorn. Tað var ein í so spennandi løta. Vit komu gangandi eftir gøtuni, tá guidin knappliga biður okkum tiga. Hann lurtar eina løtu, og vinkar so til okkum um at bakka skjótt! Vit vistu ikki, um vit skuldu renna av hundanum til, ella um hetta kanska var vanligt fyri at gera tað spennandi fyri ferðafólk. Vit bíðaðu so eina løtu, og so bað hann okkum koma frameftir aftur. Hann peik-aði inn millum trøini og runnarnar, og har sóu vit í afturpartin á einum nasa-horni. Seinni fingu vit at vita, at tað var sera sjáld-samt at síggja nasahorn, tá tú vart til gongu, og at tey kundu vera vandamikil. Á gongutúrinum sóu vit eisini frísk fótaspor av einum ógvuliga stórum tikara. Hondin hjá John passaði lættliga flott niður í tey. Ferðin niðan á Sarangao-fjallið Eftir túrin í Chitwan fóru vit víðari til tann næststørsta býin, Pokhara. Hesin býur liggur eitt sindur vestari enn Katmandu, og tað er her at allir "trekkarar^3 halda til. Tað eru teir, ið dáma at ganga í fjøllunum eftir teim-um smáu gøtunum. Orsøkin til hetta er, at nógv av teim-um høgu fjøllunum liggja í námind av býnum, so hann verður tað OEnátturliga byrj-unarstaðið^1. Vit hildu okk-um ikki vera nóg sterk til at fara ein slíkan túr, so vit hildu okkum til tað meira ferðafólkavinarliga Sarangao-fjallið. Tað er uml. 1600 m høgt, og er víðakent, av tí at útsýnið er av tí allarbesta. Serliga væl-umtókt millum ferðafólk er at ganga niðan ein seinna-part, síggja sólina seta, og síðani verða verandi til sólin kemur uppatftur. Hetta høvdu vit hoyrt var eitt satt upplivilsi. Vit høvdu eisini hoyrt, at tað skuldi taka uml. 4 tímar at ganga niðan eftir vegnum, og vit bóðu so ein taxabil koyra okkum til har hesin vegur byrjaði. Hann flenti at okkum, tá vit fóru av, og helt okkum vera ør at vilja ganga niðan. Tá vit høvdu gingið eina lítla løtu, róptu tveir drongir úr einum træi á okkum. Teir peikaðu okkum á eina gøtu, ið gekk niðan frá vegnum, og søgdu at vit skuldu ganga tann vegin. Annars hildu teir eisini, at John hevdi so sera vakurt hár. (Hann hevði júst trimmað sær, og líktist ongum!) Eitt lítið sindur seinni hittu vit ein ungan drong, ið bjóðaði sær til at vísa okkum allan vegin niðan. Vit tóku av, tíbetur. Tað vísti seg, at gøt-an var so kringlut og løgin - gjøgnum tún og veltir hjá fólki - at vit høvdu aldrin í verðini funnið sjálvi. Hendavegin skuldi tað taka okkum uml. 2 tímar, og hetta var eisini nógv strævn-ari. Bratt og ringt at ganga. So tungt, at Halla í roynd og veru misti ondina eina-ferd. Tað tók eitt sindur av OEsjarmuni^1 við túrinum. Vit hvíldu okkum so við jøvn-um - og títtum - millumbili, og tá prátaðu vit eitt sindur við guidina um ymiskt. Eisini hann hevði onkra viðmerking til hárið hjá John; tað tyktist sum um hann hevði viljað sagt tað allatíðina, men hevði ikki torað. Tá vit so bara flentu, tordi hann eisini at flenna, og tað so hjartaliga! Tætt við endan á gøtuni vórðu vit aftur steðgað av einum manni, ið spurdi, um John var boksari! Um ikki annað, so fær hann gjørt vart við seg nú! Á Sarangao-fjallinum Komin upp á toppin tók tað langa tíð, áðrenn vit orkaðu at flyta okkum. Vit høvdu eisini fingið at vita, at gistingarhúsini har uppi vóru serstakliga bílig, og hetta passaði eisini. Vit fingu eitt kamar fyri 12,-, men tað var eisini ússaligt. Dýnan var ikki vaskað í ár, men sjálvt um hon luktaði og var skitin, so kom hon væl við, tí hon var sera tjúkk. Vit hava sleipað eina rúgvu av heitum klæðum við, tí tað skuldi vera kalt í Nepal, men tá vit so fyri fyrstu - og einastu - ferð høvdu brúk fyri teimum, høvdu vit gloymt tey! Tá sólin so fór niður, gjørdist tað ísakalt, so har var onki at gera uttan at krúpa undir dýnuna. Næsta dagin fóru vit upp kl.5.30, og bein-leiðis niðan á sjálvan topp-in. Har er ein pallur bygdur, ið lyftir teg upp um tey høgu trøini, og har settu vit okkum so at bíða. Himm-alin var longu vorðin eitt sindur gulligur, men sól-strálur vóru ongar enn. Fjøllini lógu kavaklødd og tignarlig í nánd, tey flestu millum 6000 til 8000 m. høg. Knappliga náddu tær fyrstu sólstrálurnar fjalla-tindin á teimum hægstu og so við og við sníktu tær seg niður móti skógarmarkin-um. Himmalin gjørdist reyðari, og við eitt kom ein lýsandi appilsingulur blettur til sjóndar handan eitt fjall. Tá gekk tað skjótt - eitt, tvey, trý, so stóð sólin øll sum hon var á himni. Vit kendu tað, sum um vit høvdu verið vitni til skap-anina av fyrsta degi. Tað var ein løgin/góð kensla at síggja hetta undrið, ið tað veruliga er. (Sjálvt um tað hendir hvønn einasta dag!) Túrurin oman aftur var munandi lættari, sjálvt um beinini vóru eitt sindur eym frá degnum fyri. Stórt fátækdømi Pokhara býur er nógv meira merktur av ferðafólki enn Katmandu. Hetta kemst kanska av, at tey eru meira miðsavnað í Pokhara, og meira spjadd í Katmandu. Felags fyri báðar er, at tað eru ávís støð, har tú ikki sær ferðafólk nakrantíð. Hesum støðum hava vit gingið eitt sindur runt í, nú vit eru komin aftur til Katmandu, og fátækradømið er sera sjónskt. Húsini eru í ringum standi, og tey flestu hava ongantíð havt rútar í vind-eygunum. Tá hugsað verður um, at her gerst rættiliga kalt um veturin, er tað ikki stuttligt at ímynda sær. Vit hava eisini verið inni hjá einum húski; tað var við tí dronginum, ið vísti okkum Mondey-templið. Hann tví-helt um, at vit skuldu koma við og fáa ein kopp av sitrónte, og vit vildu sjálvandi fegin. At vit so fingu cola ístaðin, gjørdi minni. Vit mettu "íbúðina^3 at vera uml. 20-25 kvm. Har vóru ein dupultsong og ein vanlig song, og so eitt spild-urnýtt og stórt sjónvarp. Nakrar hillar á vegginum, og aftan fyri eitt teppi, køk-urin. Eitt borð við ymiskum húsarhaldsvørum á. Inni í hesum lítlu rúmum búðu tey so øll, seks fólk! Vit vóru heilt ovfarin, men tað er í sovorðnum løtum, at tú skilir hvussu gott vit hava tad har heima, og vit vóru takksom. Síðani visti tað seg, at pápin seldi ymisk prýði, ið tey vildu hava okk-um til at keypa. Sjálvandi! Nýggjárið Í hesum døgum halda Newararnir - meirilutin av íbúgvunum í Kat-mandu - nýggjár. Nágreini-liga ár 1118! Tað er ein festivalur, ið varir í 5 dagar, og hvønn einasta dag biðja tey til okkurt ávíst. Tað verður ov rúgvusmikið at greiða frá her, men tað vit leggja mest merki til, er tann hugtakandi veitslu-dámurin, ið er yvir býnum. Um sammetast skal við okkara umhvørvi, so kann ein ímynda sær jól, nýggjár og føstulávint alt í einum. Tú hoyrir buldur og brak dag og nátt, og børnini halda tað vera ógvuliga stuttligt at kasta kinesarar beint aftan fyri okkum, tá vit ganga eftir gøtuni. Nógv er eftir at greiða frá um okkara OEupplivilsir^1 í Nepal, men okkurt má vera eftir at fortelja, tá vit koma heimaftur. Sum nú er fara vit at siga takk fyri okkum her úr Katmandum, og ong-in ivi kann vera um, at vit hava tað gott. Vit vóna tað sama fyri tykkum øll har heima. Um nakrar dagar fara vit víðari til Thailand, hetta hoyra tit um næstu ferð!^3 Halla & John Yrkisnevndir Høvdu tær verið góðar í ráðum? Mangur leiðari í smærri og meðalstórum virkjum man ofta hava ásannað, hvussu trupult tað er at fáa tíð at hugsa framtíðarætlanir. At leggja miðvísar ætlanir um, hvussu virksemið skal mennast, hvar framtíðarkósin skuldi setast, hvørji mál, ið skuldu røkkast tey næstu árini og hvussu hesi skuldu útinnast í verki. Virkir og fyritøkur, sum hava vilja og ynski um at vaksa og sum skulu kappast í einari støðugt herdari kapping, mugu hava dugnaligar nevndir, sum stuðla og ráðgeva eini dugnaligari rakstrarleiðslu. Nevndin skal, sum kunnugt, stinga út í kortið, seta kósina og saman við dagligu leiðsluni skapa fyritreytir fyri at setta kósin verður hildin, so rokkið verður á mál. Hetta setir sjálvandi krøv til nevndina, at hon hevur breiða fakliga vitan og ikki minst hevur viðkomandi royndir, og at vitanin og royndirnar eru tær røttu fyri virksemið í fyritøkuni - eru viðkomandi fyri fyritøkuna. TK-Stovan fer á kunningarfundi hósdagin 27. nov. at siga virkjum og virkiseigarum frá, hvussu tey fáa sett eina yrkisnevnd í sínum egna virki; tað verður eisini sagt frá royndum við yrkisnevndum aðrastaðni. Við á fundinum verður Jóannes Olsen frá grannskoðaravirkinum Rasmussen & Weihe, sum fer at siga frá, hvussu nýggja partafelagslógin og roknskaparlógin viðger nevndir og nevndararbeiði. Somuleiðis fer Jørn A. Hansen úr Føroya Banka at kunna um hvønn týdning Føroya Banki sum fíggingarveitari leggur í partafelagsnevndir og teirra leiklut í leiðsluni av partafe-lagnum. Fundurin verður hildin samstundis á Tvøroyri, har ein fjarskiftisskipan við ljóð- og myndasambandi báðar vegir verður sett upp í Tvøroyrar Klubba, soleiðis at áhugaðir suðuroyingar hava høvi til at vera við á fundinum og eisini gera viðmerkingar og spurningar. Innlegg verða hildin bæði á Tvøroyri og í Tórshavn. Eitt umboð fyri TK-Stovuna verður við á fundinum á Tvøroyri. Fundurin verður hildin á Hotel Føroyum og Tvøroyrar Klubba tann 27. nov. kl. 16.00. Luttøkan er ókeypis og áhugað verða biðin um at boða frá luttøku á TK-Stovuni, tlf. 17366, fax 19363 ella teldupost tk@tk.fo áðrenn týsdagin 25. nov. kl. 15. Sámal og sólblómurnar Bókaummæli Vincent van Gogh varð borin í heim í Hollandi 30. mars 1853. Sum ungur las hann til prest sum pápin framman undan honum. Hann var 27 ára gamal, áðrenn hann av álvara fór at mála. Tá ið Vincent var 35 ára gamal, fór hann til Suðurfraklands at leita eftir sólskini og bjørtum litum. Her gjørdust Sámal og húsfólk hansara vinfólk hansara. Hesa tíðina málaði hann meira enn 150 málningar, hóast bara ein varð seldur, meðan hann var á lívi. Einsemi fekk vald á Vincenti, hann fór at sjúkla, og at enda í herðindum av sinnissjúku, skar hann sítt egna oyra av sær. Hann varð innlagdur, men eisini har helt hann fram at mála. Í mai mánaði 1890 ferðaðist hann norður til Auvers-sur-Oise at leita sær hjálp hjá einum øðrum lækna. Men bara tveir mánaðir seinni skeyt hann seg sjálvan við skammbyrsu. Hann doyði á ólavsøku, 29. juli, og varð grivin í kirkjugarðinum har, fjart frá tí sólskini og litinum, sum hann yndaði. Bókin kostar kr. 75. Tá deyðin bankar uppá Bókaummæli Tóroddur Poulsen: Sót og Søgn, Forlagið Fannir, 1997 >>Tá deyðin bankar uppá skalt tú bjóða honum vælkomnum<< Eg møtti einaferð deyðanum. Hann sat í einum bussi, sum koyrdi eftir Klostergade í Århus (leið 1 ella 18 - also bussurin). Hann sat beint frammanfyri meg. Frataði forbiðið illa, minnist eg. Men eg hevði ilt við at avgera, um stankurin, sum fylti bussin, kom frá dintlaverki hansara, ella um hann kom frá lokala bryggjaríinum Ceres. Tá ølframleiðslan var uppá sítt villasta luktaði tað so ógvusliga um allan býin, at tað fylti bussarnar, serliga tá hurðarnar fóru upp. Minti ikki sørt um Fuglafjørð (so at heimføroyingurin eisini fekk sítt á skaft). Her skuldi standa okkurt ótrúliga háfloygt um teknikk hjá høvundum, um postmodernaða mentan, við atliti í surrealismu og punkrokki. Ella eitt viðmæli av >>American Psycho<<. Eg las Sót og Søgn herfyri. Í veruleikanum fekk eg hana slongda í høvdið (við postinum), við teimum betingilsum, at um eg ummælti hana, skuldi eg sleppa at eiga hana fyri onki. Hetta er tó ikki einasta orsøk til, at eg havi valt at fara undir at siga nøkur skerd orð. Tí hetta er veruliga ein bók, sum eg eri glaður fyri at hava lisið, svølgt og sitið á kummu við. Eisini eg havi eg varhugan av, at tað kanska hevur okkurt við sjálvsoying at gera. Tað eru fáir menn, ið eru so torførir at ummæla - og kanska enn færri, ið lata seg so illa ummæla, sum Tóroddur Poulsen. Ikki bert tí at tað, sum higartil er komið úr hondum hansara, er so einstakt og egið, men eisini tí, at Tóroddur er so bevístur um hesar stakkals ummælarar, at teir verða teptir, áðrenn teir hava trýst á fyrsta knøttin á telduborðinum. Hetta er kanska eisini ein orsøk til, at undirritaði aldri gjørdist bókaumvælari. Men hetta er samstundis eisini nakað, mær dámar sera væl (eisini tí at mær dámar ikki so væl smakkin av egna nalva mínum). Eg vil til hetta høvið vísa til yrkingina >>TAÐ ER AT UMMÆLA<<, á síðu 47 í bókini. Hon teppir allar umvælingar við sær sjálvari. Døma hana dekonstruktión, um tað er tað, tú vilt. >>tað er at mala undan tá tú skalt mæla ímóti svari eg tá ummælarin spyr meg hvat at ummæla er<< >>tað er at ræðast beini í fiskinum<< Tað er ein sonn fragd at síggja, hvussu leikurin inni í, rundan um og ímillum málið ferðast í bókini. Hon stinkar langan veg av, at høvundurin hevur tað gott inni í hesi verð, sum hansara egna mál tykist at hava skapt, langt inni í øllum uppruna og sevju. Hesi verða eisini blandað so snildisliga saman, at tað gerst sera torført at tulka, greina ella skilja heildarmyndina, sum er alt verkið. Men tað er júst tað, tað er; eitt heilt og fult og satt verk. Men tað er jú eisini ein grundleggjandi menniskjaligur eginleiki, at velja og vraka millum tað, ein ynskri at skilja ella misskilja. Sjálvur sigur skrivarin, at >>jú fleiri misskilja meg, tess betri tími eg at skriva<<, ella okkurt, ið líkist hesum. Sjálvur vil eg siga, at eg haldi meg skilja Tórodd, men eg vóni ikki, at hetta fer at fáa mannin at gevast tó. Tí bókin er fylt á tremur við neyvum eygleiðingum av øllum lívinum og tess viðurskiftum - frá tí heilt basala og banala til tær mest fløktu og innankrøktu hugsanum menniskjans. Hetta ger at ein, ið tímir at lesa, ikki bert fær nógv burturúr, men eisini ráhyggar sær, meðan hann lesur. Nøkur andlit frá reglunum vitja aftur. Serliga varð eg glaður fyri at hitta Antasiu aftur. Heilsa henni endliga. Ætlaði mær annars at citera okkurt úr bókini, men hon er so samanhangandi, at hetta vildi kanska gjørt meiri skaða enn gagn. Og agn. Tað ræður um at lesa hana, drekka kaffi og bowla. Hon kann lesast sum ein dagbók yvir samtíðina, um tað er tað, tú vilt. Hon kann eisini lesast sum eitt dekonstruktivt, supermodernað verk, ið verður kryddað við yrkingum, skemti og álvara. Men eg haldi veruliga ikki, at tað er so nógv tað hon er, sum er mest umráðandi. Hon kann næstan verða alt tað, tú biður hana vera. Kanska er tað heldur tað, hon ikki er. Hon er als ikki tengd at nakrari ávísari sjangru. Var hon tað, hevði tað ivaleyst pilkað eitt sindur av gleðini um hana burtur. Døm hana dekonstruktión, um tú vilt. Tað eru ikki nógvir, ið hava slíkt tamarhald á orðinum. Fleiri hava roynt, og flest allir eru farnir skeivir (skuldu kanska lagt pípuna í skápið aftur). Bókin hevur dirvi, greði, kæti, spei, spælilyndi. Men eisini nógva og djúpa rannsakan, bæði inn- og úteftir. Serliga eru niðstøðurnar góðar. Har tær eru. Um. Vildi kanska gjarna sagt okkurt meiri, men eitt ummæli av hesi bók kann alt ov skjótt gerast ein umvæling. Og ein eftirmeting kann alt ov skjótt gerast alt ov drúgv. Tað er henda longu. Petur Pólsson Jensen, november 1997 Eitt hjartasuff til allar politikarar Her standa fjøllini há og stór og oman í bygdina daga, vit gleðast um hvønn dag, ið fór, at síggja áirnar vaða. Áin hon rennur, ja, vøkur hon er, og hon ongum menniskja nakað ger hana Gud okkum gav í hesi verð, men takast hon skal og undir fer. Hvat er tað fyri lóg og rættur, sum okkara bygd skal raka? Vendið tit skútuni skjótast aftur, sessist við borðið um ánna at kjaka. Gud okkum hesa bygd hevur skapað við skúmandi áum, sum tit nú skulu taka, lat okkum bygd og áir ei tapa, av menniskjaávum umhvørvið saka. Politikarar, frá tykkum er lítið at hoyra, steðgið, so tit ikki Stórá undir jørðina koyra, lat tað ikki vera hjá nøkrum í iva, at vit fáa høvi í hesum plássi at liva. Og hvat við hesari stýrisverð, hvat er hetta, sum hendir og fer í gerð, nei, ei tit hugsa, meðan dagur er, at alt verður máað og til grundar fer. Vita skulu tit stýrandi menn, sum okkara bygd vilja háða, gloymt tað tykkum ei verður enn, tað tit okkum eru til bága. Vælsignaðir sitið ei hendur í lumma, greiðið hesa fløkju so væl sum tit kunna, loysið hetta álvarsmál skjótt og væl, tí fólkið í Funningi sjálvandi liva skal. Til síðst tit politikarar, sum valda, latið okkum í Funningi áirnar behalda, Gud gevi, tit skilja hesa støðu, áðrenn alt er farið og vorðið til søgu. bygdarmaður Bókaummæli Bíbliu-panorama Forlagið Leirkerið í Gøtu hevur júst givið út forvitnisliga bók, ið gevur eitt frálíkt yvirlit yvir søgugongdina í Bíbliuni frá 1. Mósebók til Opinberingina. Í veruleikanum er hetta ein gjøgnumgongd av frelsuætlan Guds við mannaættini heilt frá skapanini og til ævinleikan. Á tólv litkortum, ið kunnu faldast út, fært tú í hesi bók eitt frálíkt yvirlit ella útsýni yvir og frágreiðing um tey sjey tíðarhúshaldini í Bíbliuni, sum umfata frelsusøgu Guds við hesum heimi í fortíð, nútíð og framtíð. Í fororðunum lesa vit: >>Mong spyrja: >>Hvat er eitt tíðarhúshald? Eitt húshald kann snúgva seg um eitt húski, eitt land ella um heimin sum heild. Eitt tíðarhúshald er tað ræði ella tann umsiting, ið eyðkennir eitt tíðarskeið, ið Gud hevur litið menniskjum upp í hendur undir ábyrgd fyri Honum. Tíðarhúshaldini, ið eru sjey í tali, umfata alla mannasøguna og skifta, tá ið menniskjan ikki útinnir ábyrgd sína - og kemur undir dóm Guds. Frelsuætlan Guds broytist ikki frá einum tíðarhúshaldi til annað. Gud er náðiríkur móti menniskjanum undir øllum tíðarhúshaldunum, og frelsan er á øllum tíðum - í fortíð eins og í framtíð - grundað á deyða Kristusar og trúnna á Hann eina. Av størsta týdningi til at skilja orð Guds rætt, er at duga á at skyna og gera mun á teimum ymisku tíðarhúshaldunum í frelsusøgu mannaættarinnar. Tað er júst tað, ið >>Bíbliu-panorama<< ger<<. Áhugavert er at blaða gjøgnum bókina og síggja framhaldandi linjuna allan vegin ígjøgnum og t.d. steðga við kortið, har tú sært raðfylgjuna á kongum bæði í Ísrael og Juda og hvørjir profatarnir vóru um somu tíð. Ikki minst áhugaverd eru tey tvey seinastu kortini yvir profetisku gongdina í endatíðini. Tvey eykaskeið eru í endanum av bókini. Tað fyrra greiðir frá muninum millum >>æviga evangeliið<<, >>evangeliið um ríkið<< og >>evangeliið um náði og dýrd Guds<<. Hitt seinna eykaskeiðið snýr seg um tíðina, tá ið samkoma Guds, likam Kristusar, verður rykt burtur og hvørt samkoma Guds skal fara gjøgnum ta stóru trongdina ella ikki. Í fororðunum verður sagt: >>Tað er ein stór gleði og framíhjárættur, at nú hava føroyingar eisini fingið hetta frálíka sýnishjálpartól til tess betur at skilja orð Guds<<. Bókin er sera vøkur á at líta og má sigast at vera framúrskarandi væl úr hondum greidd, bæði prentlistaliga og málsliga. Hon er prentað í Týsklandi og Torbjørn Marstein hevur týtt hana til føroyskt úr týskum. Bókin fæst í bókabúðunum og frá forlagnum fyri kr. 150,-. Limirnir í bókaringinum hjá Leirkerinum fáa hana nakað bíligari í postinum um gott og væl eina viku. Handlar í miðbýnum stóra mótasýning Hóskvøldið 27. nov. kl. 19.30 skipa handlar í miðbýnum fyri mótasýning og hugnakvøldi í Havnar Klubba. Á sýningini verður tað nýggjasta innan móta sýnt fram. Sýningin verður fjølbroytt, alt frá innast til uttast, klæði til børn, ung og vaksin. Tað seinasta innan hármóta verður sjálvsagt eisini at síggja. Somuleiðis luttaka blómu-, gávu- og prýðishandlar, so okkurt gott hugskot fæst uttan iva við at fara á sýning. Luttakandi handlar eru: Vogue, Benetton, Wrangler, Pf. 29, Kallkyn, Skálabúðin, Mótaskálin, Samvinnufelag Fiskimanna, Hon & Hann, Línbúðin, Siri, Niels Arge, Akkuleya, Trónd Hansen, Daniella, Fótbúni, Sóljan, Salong Ása og Salong Tóta. Í steðginum er møguleiki at keypa lutaseðlar. Hvør handil letur eina gávu ella gávukort, sum verður lutað burtur undir sjálvari sýningini. Atgongumerkið kostar 50 kr. og fæst í flestu av luttakandi klædnahandlunum. Við í prísinum er kaffi og kaka. Eisini er møguleiki at keypa annan lættan mat. Minningarorð um Bjarna Wiberg Joensen Mánadagin 3. nov. vórðu fløggini á Tvøroyri vundin í hálva stong, tí Bjarni Wiberg Joensen hevði lagt árarnar inn 70 ára gamal. Henda dagin orkaði hann ikki longur at stríðast ímóti herviligu sjúkuni og segði hesum heimi farvæl. Bjarni Wiberg Joensen var føddur 18. des. 1926, og var hann elstur av seks systkjum. Foreldrini vóru Astrid og Karl Joensen. Bjarni var bert tólv ára gamalur, tá mamman doyði, og kom hann tí at veksa upp hjá ommuni og abbanum á Tvørabakka. Abbin, sum kom úr Svøríki, var arbeiðsformaður í Rangabotni í mong ár, og sum vera man, so var Bjarni eisini millum teirra sum styttri tíðarskeið arbeiddi í Rangabotni. Men eins og hjá øðrum unglingum, so man hugurin hava leitað til sjógvin, sum eisini gjørdist hansara arbeiðspláss. Hann búleikaðist á havinum øll síni frægu mandómsár. Tey nógvu seinni árini var hann kokkur. Bjarni fann sær konu undir Skorðum í Froðba, og hann og Johild fingu fimm børn, fýra døtur og ein son. Sjálvur kom eg at kenna Bjarna í 1970, og gjørdist hann seinni verfaðir mín og abbi at okkara børnum. Tá ein situr og hugleiðir um lívið hjá einum menniskja, so vil tað eyðvita verða so, at tað eru ávís viðurskiftu, sum tú serliga hevur hug at draga fram. Tú endar aloftast við nøkrum lýsingarorðum ella yvirskriftum, sum umrøða høvuðseyðkennini hjá viðkomandi. Bjarni var eitt menniskja, har eydnan og trivnaðurin hjá øðrum lógu honum fyrst á sinn. Ein støðug umsorgan fyri sínum egnu, har hann næstan niður í minsta lut fylgdi við, hvussu tað gekst teimum. Hesa umsorgan hava vit øll merkt, og serliga mugu tað vera hansar abbabørn, sum í dag kunnu takka fyri, at tey hava átt ein so umsorgsfullan abba. Bjarni átti ikki lut í at vera sjálvsøkin. Hann var humanistur í orðsins sanna týdningi. Fyri meg persónliga merkti Bjarni eisini ótrúliga nógv. Umframt at hann, so løgið tað enn ljóðar, var ein av mínum veruligu vinmonnum, so var hann í mínum politiska starvi ein av mínum góðu og sterku stuðlum, sum tú altíð kundi leita til, tá á stóð. Í teimum ráðum, tú kundi fáa frá honum, var hansara politiski boðskapur altíð serstakliga týðiligur. Tað var boðskapurin um at virka fyri at stuðla teimum veiku í samfelagnum. Tað var ein boðskapur um umsorgan, sum eisini var hansara egni fremsti lærusetningur, sum sjálvt lívið hevði lært hann. Tað var tann umsorgan, hann vísti sínum egnu systkjum, tað var umsorganin, hann vísti sínum børnum, og tað var umsorganin hann vísti sínum abbabørnum. Bjarni var ein vitandi maður, hvørs sunna forvitni rakk til flest øll heimsins viðurskiftu. Av somu orsøk var hann ein maður, sum las ótrúliga nógv. Eisini var Bjarni eitt sera humoristiskt menniskja. Hann dugdi fram um onnur at síggja tað ofta komiska, sum hóast alt hendir í okkara gráa gerandisdegi. Ja, enntá nú, tað stundaði ímóti endanum so hevði hann ikki mist hesi einastandandi evnini til at síggja tað stuttliga í sjálvt tí sorgarfulla og tunga. Men hetta lætta lyndið, sum jú var hansara eyðkenni í unglinga- og mandómsárum, kom eisini til sjóndar í teimum nógvu yrkingunum, sum hann greiddi úr hondum. Nakrar vóru tær festar á blað, tá hýruruin var góður, men serliga var tað longsilin eftir konu og børnum og kærleikin til heimlandið, sum gjørdu hansara yrkjaragávur virknar. Lagið í Aberdeen, tá teir í unglingaárum hava vitjað á Hotel Bonaccord, man uttan iva hava verið gott. At teimum bíðaði ein Suðurlandstúrur, har sólin ongantíð sá, við tevatni og breyði, man ikki hava bilað. Meira djúpsintur hevur hann tá verið, tá hann sum sjómaður fór at kvøða um fuglin, ið ferðast um himmal og hav. Ella tá hann sá mánan fyri sær í koyggjuni og syngur, >>Mánin hann skein, skein yvir Føroyaland<<. Men serliga nógvar yrkingar venda sær beinleiðis til konuna og børnini, sum áttu allan hansara kærleika. Sum ta ferðina eystanfyri, tá hann til tey har heima í sanginum >>Langt burtur frá tær við Noregs køldu strendur<<, kvøður: >>Eg sendi tær nú heilsu yvir havið og til tey børn, tú hevur givið mær Eg elski tykkum, nú og allar ævir so víst eg lata vil mítt hjartablóð<<. Ella tá hann spurdi unnusta sína, >>Vilt tú meg elska, tá harið er gránað?<< Henda syngjandi og lívsjáttandi røddin er nú tagnað. >>Nú tagnar mín guitar, eg glíði nú inn í svøvnin og droymi um teg, tú eigur mín kærleika, troystar mítt sinn tín kærleiki uggar nú meg<<. Eg og míni fara at bera fram eina tøkk fyri tað, sum hann var fyri okkum og lýsa vit frið yvir minnið um Bjarna Wiberg Joensen. Jóannes Sofus Johannesen Dómarar halda vitanina við líka Judo: Seinasta vikuskiftið hevði Judosambandið dómaraskeið Sunnudagin skipaði Judosamband Føroya fyri dómaraskeiði í Havn. Slík dómaraskeið verða fyriskipað á hvørjum ári fyri at halda vitanina hjá dómarunum við líka og at læra upp nýggjar dómarar. Judosambandið hevur eina skipan við A, B og C dómarum. Í løtuni eru tveir A-dómarar, 6 B-dómarar og 5 C-dómarar. Ein nýlærdur dómari gerst C-dómari, meðan ein skal hava fleiri royndir fyri at gerast B-dómari. A-dómarar verða bert útnevndir tá Judosambandið hevur útlendskan dómara at leiða skeiðið, og tá verða A-dómara útnevndir av útlendska dómaranum saman við dómaradeildini hjá JSF. Tað er ein treyt hjá øllum dómarum, at teir skulu luttaka á dómaraskeiði í minsta lagi annað hvørt ár, fyri á tann hátt at uppfríska reglurnar og at læra møguligar broytingar, ið altjóða Judosambandið ger í dómarareglunum. Skeiðleiðarar sunnudagin vóru Jan Gúnther og Niels Jákup Dalabrúgv, ið báðir eru A-dómarar. Teir vóru í september á dómaraskeiði, sum danska judosambandið skipaði fyri teirra dómarum. Judosambandið hevur seinastu nógvu árini sent dómarar til Danmarkar á skeið, eins og umboð fyri JSF okkurt árið hevur verið á dómaraskeiði hjá Europeiska Judosambandinum. Hetta verður gjørt fyri at støðið hjá føroysku judodómarunum skal vera so høgt sum gjørligt, fyri á tann hátt at skapa bestu fyritreytir fyri teir íðkarar, ið royna seg á máttuni í dysti. Revansjudystur á Skála í dag Hondbóltur: Oddaliðið H71 hevur bara tapt móti StÍF í ár, og í dag hittast liðini aftur Hondbóltskappingin er meiri spennandi nú enn hon hevur verið í longri tíð. Bæði hjá monnum og kvinnum er rættiligur spenningur komin í farnu vikuna. Alt byrjaði við at menninir hjá H71 vunnu á VÍF, og kvinnurnar hjá Kyndli gjørdu grannunum í Hoyvík kynstrið eftir við at vinna oddadystin í kvinnudeildini. Hjá monnunum hevur H71 møguleika at fáa revansju fyri einasta tapið í landskappingini í ár, tá teir máttu lúta fyri StÍF á heimavølli. ­ StÍF hevur eitt sera gott lið, og vit taptu heilt greitt móti teimum. Nú skulu vit aftur royna okkum ímóti teimum, og tað verður ein sera trupul uppgáva, sigur Jákup Símun Simonsen hjá H71. Men hoyvíkingar eiga at hava sjálvsálitið í lagi, tí teir hava júst verið í Vestmanna og vunnið á VÍF. H71 og VÍF hava bæði átta stig, og H71 kann fara fram um VÍF, um teir vinna í vikuskiftinum, tí VÍF spælir ikki fyrrenn næsta mikudag, tá teir skulu til Havnar at vitja Kyndil, og spæla næsta dystin móti vanliga harðasta kappingarneytanum í ár. Sunnudagin verður dystur millum tey bæði aftastu liðini í deildini, KÍF og Neistan. Dysturin verður spældur í høllini á Skála, og tað hevur týdning fyri bæði liðini at vinna, ætla tey sær ikki at liggja aftast. Tvey av oddaliðunum spæla Hjá kvinnunum eru bæði oddur og botnur veruligar krúttunnur eftir sigurin hjá Kyndli á Neistanum mikukvøldið. Kyndil, Neistin og StÍF liggja øll jøvn við átta stigum í oddinum, og í botninum liggja GÍ, Sjtørnan og VB øll jøvn við tveimum stigum. Kyndil skal sunnudagin til Klaksvíkar at spæla móti Stjørnuni. Bæði Neistin og StÍF vunnu teprar sigrar á Stjørnuni í Klaksvík, og nú sleppur Kyndil so at royna seg. Neistin fer til Suðuroyar at spæla sunnudagin. VB tekur ímóti, og enn hevur tað bert eydnast VB at vinna einaferð, og tað var á heimavølli. Triðji dysturin í hesum umfarinum verður ikki fyrrenn mikukvøldið, tá StÍF og GÍ fara at spæla i høllini á Skála. Kaj Leo sigur nei til sáttmála við HB Fótbóltur: HB er farið at fyrireika partvís yrkisfótbólt í felagnum, men ein av stuðulsspælarunum seinnu árini, Kaj Leo Johannesen, vil ikki binda seg í sáttmála við HB Kaj Leo Johannesen ætlar sær ikki at gera sáttmála við HB, hóast felagið leggur upp til tað Hósdagin 6. november sendi HB tíðindaskriv til fjølmiðlarnar, har teir fyri fyrstu ferð luftaðu tankanum um partvís yrkisfótbólt í felagnum. Ætlanin er at stova partafelag, sum skal reka 1. deildarfótbóltin hjá HB, og ætlanin er at gera sáttmála við allar spælararnar á 1.liði. Men ein av stuðulsspælarunum hjá HB nógvu seinnu árini, sigur nei til at gera sáttmála við felagið. 33-ára gamli Kaj Leo Johannesen hevur ikki ætlanir at gevast við fótbóltinum ella at skifta felag, men hann hevur ikki hug at gera sáttmála við HB. ­ Eg ætli mær at spæla fótbólt næsta ár, men eg ætli mær at gera tað á sama hátt, sum eg havi gjørt tað øll árini, eg havi spælt, og tí fari eg ikki at gera sáttmála við HB, sigur Kaj Leo Johannesen. Gott hugskot, men... Kaj Leo Johannesen hevur altíð tikið fótbóltsspælið í stórum álvara, og hansara innsatsur í HB hevur ikki ligið eftir. Men tankin um at binda seg í sáttmála tiltalar ikki hann. ­ Tað er eitt gott hugskot at slíta 1. lið frá felagnum, og tað man vera sera spennandi hjá spælarunum ­ serliga teimum ungu ­ at gerast partvís yrkisspælarar. ­ Men fyri meg, hava tað ongantíð verið pengarnir, sum hava talt í fótbóltsspælinum, og tí ætli eg mær ikki at gera sáttmála við HB, hóast talan aldri kann gerast um tær stóru peningaupphæddirnar, sigur HB-málverjin. ­ Eg ætli mær at fara til venjing sum vanligt, tá hon byrjar aftur, og verði eg við fyrsta kvøldið, ja, so veit felagið, at eg eri tøkur alt árið. Kunnu rokna við mær Vilt tú ikki binda teg til HB, tá tú samstundis hevur eitt arbeiði at hugsa um? ­ Nei, tað er ikki trupulleikin. Eg havi altíð kunna passa fótbóltin og arbeiði saman, og tá tú arbeiðir saman við fólki, sum skilja tína støðu, er tað eingin trupulleiki. ­ Og skuldi tað gjørst neyðugt, so hevði eg ivaleyst kunna keypt meg leysan frá sáttmálanum, tí tað verður neyvan nógv meiri enn ein súmbolsk upphædd, sum liggur í sáttmálanum. Kaj Leo Johannesen væntar sær nógv av komandi kappingarári. HB fær nýggjan venjara og við meiri professionellum rammum er møguleiki fyri einum góðum kappingarári. ­ Fari eg ikki heilt skeivur, so er tað ein framúr góður og professionellur venjari, vit fáa næsta ár, og tað ger tað meiri spennandi at vera við. ­ Og felagið kennir meg, byrji eg uppá venjingina, so kunnu teir rokna við mær. Eg havi ikki brúk fyri nøkrum sáttmála. Vit mugu liva við einum skerdum grunni - Í 1995 høvdu vit ein 200 mió. grunn. Nú hevur løgtingið staðfest, at grunnurin bert skal hava sjey mió. krónur í váðafúsan kapital at arbeiða við, sigur formaðurin í Framtaksgrunninum Tað er ikki greitt enn, hvat fer at henda við nevndini í Framtaksgrunninum - soleiðis beinanvegin. - Framtaksgrunnurin er bjargaður frá húsagangi, men lammaður, tí hann ongan kapital hevur at arbeiða við. Tað sigur Sverri Hansen, sum heldur, at avleiðingin av teimum treytum, sum politikararnir settu, fyri at konvertera, er, at grunnurin ikki fær virkað. - Ætlanin var ongantíð, at politikararnir skuldu hava ávirkan á grunnin. Tað er júst hugskotið aftan fyri vinnurekandi grunnar, sigur Sverri Hansen. Nú verða viðurskiftini í Framtaksgrunnurin formelt fingin í rættlag. Síðani verður mett um nýggju støðuna, við tað at grunnurin bert verður váðafúsur við sjey mió. krónum. - Framtakgrunnurin er ikki 200 mió. grunnur, sum vit høvdu vónað, tá málið fór í tingið. - Av hesum skilst, at tað ikki eru teir somu projektmøguleikar, sum lagt var upp til, tá Framtaksgrunnurin varð stovnaður. - Ætlanin var nevniliga at grunnurin skuldi hava 200 míó. krónur í váðafúsum kapitali. Vit valdu tað teknisku loysnina fyrst, og síðani var ætlanin at allur kapitalurin skuldi konverterast, sigur Sverri Hansen. Hann heldur, at uppskotið í tinginum um konvertering gjørdist so nógv truplari enn væntað, og at úrslitið er, at grunnurin bert hevur pening til tað mest neyðturvuliga. - Vit mugu bert gera okkum greitt, at við einum vinnurekandi grunni, sum bert hevur nakrar fáar mió. krónur at arbeiða við, og sum skal spyrja politikararnir, hvørja ferð okkurt skal gerast, gagnar ongum. - Tað er óneyðugt at politikararnir leggja seg út í arbeiðið í grunninum. Tað er júst tí, at ein nevnd er vald. Hon skal gera arbeiðið, ikki politikararnir, sigur Sverri Hansen. Núverandi nevndin, sum er Sverri Hansen, Heini Fosaa og Richard L. Thomsen, verða sitandi til næsti aðalfurndur verður til várs. Hvat annars skal henda, vita bert løgmaður og danski forsætisráðharrin. - Er politiska samtyktin eitt bakkast fyri arbeiðið í grunninum og fyri nevndina? - Persónlig kenni eg tað ikki sum eitt bakkast fyri okkum. Vit eru valdir til at gera eina uppgávu fyri politikararnir, sigur Sverri Hansen. - Fortreytirnar eru tó nógv broyttar síðani byrjanina. Tá hildu vit okkum hava ein 200 mió. grunn. Nú hava vit ein sjey mió. grunn. - Tað merkir, at tað ikki verður farið undir nýggj projektir. Vit fara at halda fram at arbeiða, tó nú við einum skerdum grunni, sigur Sverri Hansen. Vágoyggin ein fram-tíðaroyggj ella eftir- bátur á øllum økjum Eingin ivi man vera um, at >>Vágatunnilin - ein lýsing<<, sum Vága Vinnufelag saman við Suna á Dalbø og Ólavi W. Høgnesen løgdu fram fyri almenningin herfyri, hevur ført til eina hugburðsbroyting, tí mótvegis ágangi og harðligu mótstøðu, ið Vágatunnilin hevði síðst í fýrsunum og fyrst í hálvfemsunum, so tykist tað sum um tey flestu í dag viðurkenna ta ótolandi støðu, ið Vágoyggin, borgararnir í Vágum eins og vinnulívið hava knógvað undir seinastu nógvu árini. Ein hevði nærum samkenslu við Bjarna Djurholm, tí mótvegis positivu argumentunum, sum flestu lurtararnir komu við, so var soðið hjá sama Bjarna Djurholm so tunt, at hann helst var takksamur, tá tann annars góði Fimmarin var at enda komin. Uttan at lasta nakran, so kann tað tykjast sum lagnunar speisemi, tí hóast nógv bæði politiskt og ópolitiskt mótrák, tá skjøtil skuldi setast á í Leynum í 1998, so vóru fíggjarligu fortreytirnar tó soleiðis, at løgtingið hevði samtykt eins og lán uppá 200 mill. kr. var veruleiki, tí var tað stórt spell, at tað politiskt var neyðugt at steðga hesi ætlan, sum nú er vorðin aktuel aftur. Annars vóru argumentini ímóti vágatunnlinum sera veik, m.a. so tóktist umboð fólkafloksins at taka undir við ætlanini um fasta sambandið, men meinti hann at tað skuldi ein raðfesting til í komandi íløgum, áðrenn støða kundi takast um gerð av vágatunnlinum. Harafturat helt hann tað vera lítið skilagott, at peningurin, sum landskassin skuldi seta í hesa ætlan, skuldi koma av einum møguligum yvirskoti á fíggjarlógini. Har eri eg ikki ósamdur við Bjarna Djurholm, tí gamalt er at eingin skal kanna sær skinnið fyrr enn bjørnin er skotin. Hinvegin, so skal eg minna Bjarna Djurholm á, at er tað nakar, sum hevur gjørt íløgur og ætlanir uttan nakra raðfesting, so eru tað hann og hansara floksfelagar. M.a. so var ætlanin um flogvøll á Glyvursnesi tikin ímillum við tí endamáli at steðga ætlanini um fasta sambandið, samstundis sum Vága Floghavn skuldi niðurleggjast. Eg eri bangin fyri, at tað sum framvegis ger, at Bjarni Djurholm er so nógv ímóti vágatunnlinum er heilt einfalt tað, at hann enn í dag er plágaður av Glyvursnessyndrominum. Annars hevði tað verið forvitnisligt at fingið kannað eftir, hvar tær 160 milliónirnar, sum vóru eftir av teimum 200 milliónunum, eru endaðar. Tí í uppskoti, sum løgtingið samtykti í 1988, vóru hesar 200 mill. kr. oyramerktar til fasta sambandið um Vestmannasund. Sostatt hevur Føroya Løgting í dag ikki bara eina moralska skyldu til at fáa hendan pening til vega aftur, tí tað kann væl vera, at hesin peningur er brúktur til heilt onnur endamál. Til seinast haldi eg, at øll vágafólk eru sera takksom fyri, at >>Vágatunnilin - ein lýsing<< varð løgd fram sum ein seriøs ætlan, uttan at nakar politikari í Vágum hevur gjørt sær dælt av hesum. Sune og Ólavur hava gjørt eitt vælaverk og eigur Vága Vinnufelag stóra tøkk uppiborna fyri, at hetta kundi seta gongd í eitt sakligt kjak, sum vónandi verður líka sakligt tá politikararnir skulu taka støðu til, um Vágarnar skulu fara inn í 21. øld sum ein íbundin framtíðarpartur av Føroyum, ella ein eftirbátur á øllum økjum. Svarið fáa vit tá politiska viðgerðin er endað. Frank Davidsen Vit leggja dent á skeiv ting Vit leggja dent á skeiv ting, tá vit viðgera okkara tilfeingi, sigur Landsbankastjórin. Millum 10% og 50% av tí, sum brúkarin rindar fyri føroyskan fisk, fer í fremmandar lummar Sigurd Poulsen sigur, at millum 10% og 50% av tí, brúkarin rindar fyri føroyskan fisk, fer í fremmandar lummar Vit hava lurtað ov illa eftir fiskifrøðingunum, og hava hjálpt náttúruni at drepa okkara fiskastovnar, sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri í viðmerking til, at fiskifrøðingarnir nú rópa varskó um toskastovnin. Vit leggja dent á skeiv ting við tí úrsliti, at aðrir fara við pengunum, kundarnir gjalda fyri okkara fisk, sigur hann. >>Millum 10% og 50% av tí, sum útlendski brúkarin rindar fyri føroyskan fisk, fer til aðrar enn føroyingar,<< sigur Sigurd Poulsen. Tað dugir ikki at liva av at selja hálvlidna vøru í heilsølu til aðrar at viðgera og selja til endaliga brúkaran. Tað mugu vit klára sjálv her í Føroyum, um vit skulu klára at liva við hesi ójøvnu tilgongdini, vit hava. Við hesum vísir hann á, at tað verður hugsað ov stutt, tá vit umganga okkara tilfeingi. Føroyingar hava altíð bara hugsað um at fá stóra rúgvu skjótt upp úr sjónum. Men alt ov lítið tykist verða hugsað um, hvat vit kunnu fáa fyri tað, vit flyta út. Nú hevur nógvur fiskur verið at fingið eina tíð, og so varð bara fiskað vilt, Eingin tykist hava hugsað longri enn til at fáa stóra rúgvu beinanvegin. Hvussu væl hesin stovnurin tolir royndina, varð minni hugsað um. Og at minnast tær feitu og soltnu kýrnar á áarbakkanum, var so eiðasørt. Høvdu vit havt hugsað meira um at fingið burtur úr tí, vit fáa upp á land, hevði helst verið betri vorðið. >>At taka pengarnar her og nú merkir, at vit geva okkum ikki stundir at fáa røttu vøruna á rætta marknaðin,<< sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri. Vit brúka alt ov nógvar pengar skeivt, sigur hann. Tað er greitt, at tað hevði gingið út yvir flotan, um vit lurtaðu eftir fiskifrøðingunum og fiskaðu minni, sigur Sigurd Poulsen. Men so kundu vit í staðin flutt fólk aðrastaðni at viðgjørt og selt tað, vit veiða. Soleiðis kundu vit fingið væl meira burtur úr tí, vit flyta út. Og hóast tað kanska ikki hevði verið betri fyri sjálvan fiskiflotan, hevði tað heilt avgjørt verið ein samfelagsligur vinningur, sigur Sigurd Poulsen. Avleiðingarnar av, at vit ikki duga okkum hógv, tá vit hava tilfeingið, fara nú at vísa seg, tá toskurin eftir øllum at døma verður burtur. Tað er eingin ivi um, at tað fer at merkjast um landið, minkar toskastovnurin nú aftur, sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri. Tað verða fyrst plássini, sum traditionelt eru bundin av fiskivinnuni, sum fara at merkja sviðan. Klaksvík er eitt, sigur hann. Hinvegin eru onkrar bygdir, sum eru at kalla handverkarabygdir, sigur Sigurd Poulsen. Tær fara ikki at merkja so nógv beinanvegin, men tað kemur. Havnin fer helst at sleppa lættast, heldur hann. Og hvørs skuldin er, kunnu vit so trætast um, so galið vit vilja. Tað hjálpir einki, tá vanlukkan er hend. Sigurd Poulsen heldur, at orsøkirnar kunnu vera bæði náttúru- og mannaskaptar. Tað hevur altíð verið svingandi tilgongd í fiskastovninum. Men føroyingar hava ongantíð dugað at tilpassað seg hesum. Vit vilja altíð hava. Og hava nógv. So ein grundin til, at nú kanska verður galið aftur, er, at vit hava verið ov grammir á teimum góðu árgangunum. >>Vit hava ikki lurtað eftir fiskifrøðingunum, og tað er skeivt,<< sigur Sigurd Poulsen. Men Sigurd Poulsen er sannførdur um, at hetta neyvan kemur so ræðuliga óvæntað á nakran. Og tann, sum hevur hildið, at vit hava ovtroytt stovnin, stendur ikki serliga bilsin í dag, sigur hann. Sigurd Poulsen sigur, at vit eru komnir soleiðis fyri, at tað er ikki so nógv at gera her og nú. Men bera vit okkum eitt sindur skilagott at, fara vit at hugsa meira langsiktað í framtíðini. Tí ikki fyrr, enn vit duga tað, fara vit at klára okkum við teimum útsvingum, sum altíð fara at verða í fiskastovnunum. Tað er einki annað at gera, sigur Sigurd Poulsen, enn at hava minni veiðitrýst. Hann sigur, at hann trýr meira upp á fiskifrøðingarnar, enn teir, sum bara vilja sleppa at fiska frítt, hvørja ferð, ein góður árgangur vísir seg. Tann ósjónligi missurin Allahalgannasunnudagin 2. november, var minningarhald í Dómkirkjuni, sum Felagið Pinkubarnadeyði, tók stig til. Marjun Bæk, prestur, helt hesa prædiku, sum vit prenta her Prædika: Sum øllum kunnugt er hetta ein serlig og ein óvanlig guðstænasta: Tað er ikki fyri at taka nakað frá teimum vanligu allahalgannahaldunum, men í londunum rundanum okkum hava feløgini fyri >>pinkubarnadeyða<< nú í nøkur ár - og við góðum erfaringum - skipað fyri slíkum minningarhaldum fyri sínum deyðu børnum, og felagið í Føroyum helt, at nú var tíðin komin til tað, at eisini vit tóku siðin upp. Skal sannleikin sigast - og tað skal hann! - so var tað ikki uttan >>beteinkiligheitir<< - ikki minst frá mínari egnu síðu - men nú eru vit so her í dag! Og tí má tað so eisini vera rímiligt her at spyrja, hvat serligt er við at minnast okkara deyðu børn, hví tey ikki - sum øll onnur - bara kunnu verða ein partur í teimum almennu minningarhaldunum, vit hava runt landið her um allahalguna? Tað eru tey sjálvandi eisini. Sum høgtíðir og ymiskir merkisdagar í árinum kalla á serligar kenslur, soleiðis leita um allahalguna tankar okkara til øll tey, vit syrgja um at hava mist, eisini børnini... Tað er altíð ringt at missa tey, sum á sín serliga og einastandandi hátt eitt stutt ella eitt langt tíðarskeið vóru ein ómissandi partur av okkara lívi. Tað er tað, tað er, tá árini eru mong og lívtostin er sløktur. Ella tá tú hevur verið vitni til, at sjúka so líðandi pínir lívið burtur, so deyðin at enda kemur sum ein náði. Á sjógvi og landi minna vanlukkur og vandatilburðir okkum á, at lívið er sárbart, at øll kunnu verða rakt, og at vit í so mongum førum hava svikið og framhaldandi svíkja okkara ábyrgd fyri fyriliti og eftiransni og trygd - ikki einans, men ikki minst tá um børnini ræður. Men at missa ung, smá børn, fullborin børn og børn, sum enn skuldu havt góðar dagar í móðurlívi, kenst mongum øðrvísi. Øll syrgjandi hava tað í felag, at deyðin bytir lívið sundur í eitt áðrenn og eitt aftaná. Einki verður tað sama aftur. Tað kann verða, at alt steðgar upp. Tað kann eisini verða sum eitt barn sigur í eini ungdómsroman um tann dagin, tá beiggi hansara doyði, at tað var tann dagurin, tá alt byrjaði. Ikki tí at sorg kann mátast í døgum ella árum: eisini tá talan er bara um eina avmarkaða tíð í móðurlívi, er tað jú eitt heilt lív, talan er um. So stutt tað enn var, so ger tað ikki tað sama, at tey vóru her, børnini. Og líka lítið sum hugsanir og minni steðga á gravarbakkanum, líka lítið byrjaðu tankar og kenslur á føðingardegnum, men langt áðrenn, kanska longu tá barnið "bara^3 varð til sum eitt spírandi ynski. Men tað er kanska júst hetta síðsta, sum ger, at ein sovorðin missur kanska bæði so og so verður ein ósjónligur missur: Tað heilt lítla, tað deyðfødda og tað deyða ófødda barnið náddi ongantíð at gerast partur í lívinum hjá øðrum enn teirra allarnæstu. Minnini vóru enn ikki vorðin til, myndirnar vóru enn ikki tiknar og merkisdagarnir enn ikki hildnir. Kanska var av øllum tí óvæntaða og sjokkerandi og av ymiskum øðrum orsøkum heldur eingin jarðarferð hildin... Hóast tað tíbetur eru ikki so fá dømi um tað øvuta, so var tað ofta so, at tann ósjónligi missurin eisini var ein missur av felagskapi í sorgini: Tøgn, tabuisering, einsemi og ráðloysi hjá øðrum eru ofta vælkendir fylgisneytar hjá avvarðandi, eisini hjá teimum, sum mistu størri børn og ung. Lívið heldur fram, sum var einki hent, vandarnir verða verandi, nøvnini verða ikki nevnd, og eyguni fara framvið myndunum á veggjunum og í albummunum... Tí hesa løtuna í Guðs húsi, har so mangt ósjónligt verður sjónligt. Komið til mín æt tað til øll, sum ganga undir tungum byrðum, sjónligum sum ósjónligum. Kirkjan er næstan frá sínum uppruna avmyndað ella symboliserað sum eitt skip, líkasum hetta rúmið, vit sita í, verður kallað kirkjuskipið. Tað skal minna okkum á, at í okkara smáu lívsførum eru vit øll, sjónlig sum ósjónlig, livandi sum deyð, innanborða í einum nógv størri og rúmligari lívsfari við kós móti tí sælu, vit hoyrdu Jesus røða um í fjallataluni. Í okkara oyrum er tað nakað løgið við orðunum, tað er sum um Jesus sigur: Sæl eru tey ósælu... Sæl eru tey veiku... Tey fátæku, tey syrgjandi, tey spaklyntu... Tað er, sum vil hann siga, at sælan hoyrir ikki teimum ríku til. Teimum sterku. Teimum vøkru. Sælan hoyrir ikki teimum klóku og lærdu til. Teimum sjálvklóku og tryggu. Ella: Sælan hoyrir ikki so nógv teimum sjónligu til: Tí sælan hoyrir teimum til, sum vit so ella so gera ósjónlig. Tey smáu, tey fátæku, tey veiku, tey spaklyntu... Av smábarna og bróstabarna munni, tú verju hevur tær gjørt, segði sálmaskaldið um størsta harra og veldi, hann visti um at siga, á himni og á jørð. Og tá teir trøllvaksnu lærusveinarnir ikki vildu sleppa børnunum framat, var Jesus vreiður og segði, at vildu teir sleppa við í Guðs ríki, so máttu teir sleppa sær afturum børnini!... Í hesum húsi verður ein onnur mynd sjónlig, ein onnur verð, eitt annað ríki, ein onnur makt og onnur virði. Tá vit læna Guðs eygu at síggja við, tá síggja vit fjósið áðrenn vit síggja borgina, tá síggja vit barnið áðrenn vit síggja kongar og herovastar, tá síggja vit krossfest áðrenn vit síggja bøðlar og dómarar, tá síggja vit tær instu kenslurnar áðrenn vit síggja tær annaðhvørt vøkru ella misháttu fasadurnar. Tað ósjónliga verður sjónligt. Í okkara eygum er altarringurin bara hálvur, men í Guðs eygum er hann heilur og rundur og telur livandi og deyð, so sum ævinleikin er heilur og rundur. Tá vit við altarborðið minna okkum um felagskapin við Krist í lívi og deyða, minna vit okkum samstundis á tann æviga felagsskapin millum livandi og deyð, millum farin, núlivandi og komandi ættarlið. Tá vit nevna navn Krists, er hvørt eitt menniskjubarn nevnt og kent, nevnt ella ónevnt við menniskjunøvnum, men nevnt við størstu nøvnum himins og jarðar. Tá vit tendra ljós í hesum húsi, tola tey onga samanbering við tey náðileyst avdúkandi projektørljósini, sum verða send eftir tí, sum helst vil vera fjalt, men vit læna eina fløvandi glæmu av tí ljósi, sum evangelisturin sigur um, at tað kom í heimin, fult av náði og sannleika, at tað upplysir hvørja menniskju, so at tað um hvørja einstaka menniskju kann sigast: Tit eru ljós heimsins. Guðs ljós elskar tað, tað sær... Men kirkjan er einki verandi stað. Uttanfyri er tað ein gerandisdagur sum skal livast... Her í fjallataluni vóru eisini tey tald uppí, sum hungra og tysta eftir rættvísi, tey hjartareinu, tey, sum verða forfylgd fyri rættvísis sakir, sum verða spottrikin og sum tað verður talað um við lygnarorðum fyri Guðs sakir. Og har eru vit vist fleiri, sum ikki halda okkum hoyra við: Rættvísi er sjálvandi eitt rætt og vakurt endamál, men líkafram hungrandi og tystandi eftir rættvísi, eru vit vist ikki. Fáa vit sjálvi og tey, sum eru okkara, okkara rætt, so krevja vit sjáldan meira. Og um vit eru hjartarein? Tað vildu vit fegin, at onnur kundu sagt um okkum, men tað er vist ikki meira, enn at tað saktans kundi verið betri. Pínslarváttar og profetar eru vit so langt ífrá. Okkara miskunnsemi, tolsemi, forstáilsi og innlit kennir kanska betur sínar avmarkingar enn sína vídd. Og hetta friðsemi, sum her er talan um, er neyvan einstyðandi við tað, vit ikki fáa upp í lag, ikki tíma ella ikki orka. - Í veikum løtum viðganga vit kanska, at vit vildu gjarna verið alt hetta og vita kanska, at vit áttu at verið tað, men vit eru tað ikki... Men við okkum útaftur úr kirkju, innast inni í okkum hava vit okkurt, sum hoyrir hesi orð Jesusar, sum gevur teimum rætt, og sum kann taka ímóti teimum. Innanfyri tær sjónligu vøkru og sjálvsikru fasadurnar, innanfyri tær sjónligu og hartrópandi sannførandi og óvikandi meiningarnar og fordómarnar byr jú tann veikleikin og tann fátæktin, sum tað her verður spurt eftir. Veikleikin í allari teirri útvortis sikkurheitini. Sárbarheitin, tá lívið og deyðin gera ilt. Styrkin í tí, sum sær veikt út. Sælan í ósæluni. Tað ósjónliga, sum alt sjónligt bara er ein veikur avglansur av... Mannamúgvurnar, sum hoyrdu fjallatalu Jesusar, vóru rættiliga bilsnar, tí at hann lærdi tey sum tann, ið eigur makt og mæti, og ikki sum teir skriftlærdu teirra. Ikki við teirri maktini, sum boyggir og kúgar, ikki við snildisliga samansettum orðavavstri ella við at vísa til bókstavir, men beinrakið, milt og hvast um somu tíð, uggandi og hartandi um somu tíð, appellerar hann til ta menniskjansligheitina, vit fingu við okkum úr paradísinum, tá alt var sára gott, eingin sorg, eingin neyð, eingin synd... Innast inni, har sum vit eru og verða særd, har vit kenna okkum hjálparleys og maktarleys, viðhvørt kanska eisini ill og beisk, bæði inn á Guð og menniskju, innast inni har vit eru líka so lítil, sum vit helst vildu verið stór, har rakar fjallatalan. Tí har rakar hon kanska ta Guðs- og menniskju-myndina, sum vit frá upphavi vóru ætlað til... Um ósæluna, veikleikan, sárbarheitina við at vera menniskja, freistast vit jú so lætt til at siga, at skal tað verða sæla, so klára vit okkum fyriuttan. Og tó: Kanska er tað rætt, sum onkur hevur sagt, at í missinum fær lívið dýpd, tí tá hevur tú verið á botni og spurt. Tá fær lívið vídd, tí av størsta týdningi var ikki tú sjálv og tingini rundanum teg, men tey menniskjuni, sum vóru salt og ljós í tínum lívi. Og tá fær lívið hædd, tí har fært tú teg at spyrja eftir Guði... Uttan at taka nakran brodd av tí beiska deyðanum, so er tað jú so mangan, tú sært, at tey menniskju, sum hava verið fyri ófatuligari mótgongd og stórum missum, hava fatur á onkrari styrki, sum kallar ikki bara á tína virðing, men eisini ger teg spyrjandi: Hvat er tað fyri eitt loyndarmál, tey hava gjøgnumskoðað? Hvat hava tey sæð, sum vit ikki síggja? Hvat hava tey lært, sum vit ongantíð lærdu? Var tað kanska tað, at tey óviljað og óynskt funnu seg sjálvi á botni, haðani eingin vegur var, uttanso hondin og styrkin kom uttanifrá? Var tað júst úr sorgini og veikleikanum, vitanin um, hvør ein stór og dyrabar gáva lívið er, vaks fram? Hjá Honum, vit savnast um í hesum húsi, har hava vit sæð styrkina í veikleikanum, sæluna í ósæluni, hjartans reinleika og tað friðsemi og spaklyndi, sum bæði er tann sanna Guðsmyndin og tann sanna menniskjumyndin. Vit hava sæð, at lívið er sterkari enn deyðin. Tá Hann spyr eftir teirri menniskjansligheitini, sum Guð frá upphavi skapti í síni mynd, og sum Hann hevur varðveitt og uppihildið í okkum við eisini at senda okkum son sín, tá Hann spyr eftir tí kærleikanum, sum vit innast inni vita er tann einasti sanni og reini, tá hann spyr eftir teirri samkensluni, sum eisini fer á botn til okkara egna veikleika, tá falla spurningarnir tungir á okkum. Sárt er tað at síggja sín egna veikleika, sína egnu ósælu, sítt egna fátækdømi í eyguni. Men haðani - og kanska bara haðani - er tað so eisini møguligt at hoyra tað reina og sanna gleðiboðið: Sæl ert tú - sterk ert tú, heil ert tú, menniskja ert tú - eisini í tíni fátækt, í tíni ósælu, í tínum veikleika, í tíni sorg, tí tú og tann, tú minnist, eru Guðs, eisini tá hann eitt bil goymir tykkum í hvør síni hond, og frá honum er tann sælan, sum telur alt við, sjónligt sum ósjónligt... Amen Uppløgd innløga Útróðrarmonnum nýtist ikki at fara á flot fyri at fáa minstaforvinning. - Teir kunnu mynstra, fara heim og fáa studning, uttan at missa fiskidagar Status quo í tjóðskaparspurninginum ORÐASKIFTIÐ um heimastýrislóg, sjálvstýrislóg og loysing er endað á sama stað, sum orðaskiftið tók seg upp. Útlit eru neyvan fyri, at nakar fer at broytast í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark í bræði. SAMBANDSFLOKKURIN heldur ikki, at tað er nøkur grund at broyta heimastýrislógina. Á hinum bógnum heldur Tjóðveldisflokkurin fast við, at tað er eingin leið millum loysing og verandi óhaldbaru støðu. FLOKKARNIR á miðjuni og fólkaflokkurin tykjast hinvegin vera meira sinnaðir fyri at viðgera spurningin um ein nýggjan sáttmála millum Danmark og Føroyar. T.d. eina sjálvstýrislóg - ella í øllum førum eina lóg, sum heimilar sjálvræði á øllum økjum. MEST paradoksal er støða sambandsfloksins. Í síni tíð vildi flokkurin ikki hoyra talan um eina heimastýrislóg. Eftir krígslok vildu fleiri av fremstu monnum sambandsins, at Føroyar skuldu halda fram sum eitt danskt amt. At enda gekk sambandsflokkurin so við til at góðtaka heimastýrislógina. Í SAMBANDSFLOKSINS eygum er henda lóg - sum í stóran mun bygdi á tjóðskapartankar javnaðarfloksins - so góð, at hon má ikki endurskoðast. Ja, sambandsflokkurin hevur valt tann bíliga og lítið konstruktiva leiklutin at boða frá, at hann er einasti flokkur, sum verjir ríkisfelagsskapin!!! HENDA støða løgmans er í stórari andsøgn til eina frásøgn frá nøkrum, sum formaðurin í Unga Sambandinum, Gunnar Nattestad, hevur borið fram. Hann skal hava sagt, at sambandsflokkurin má eisini fram við nøkrum útspælum á politiska leikpallin. V.ø.o. tykist hesi ungdómspolitikari ásanna, at sambandsflokkurin setir ongantíð dagsskrá fyri politiska orðaskiftið í Føroyum. Og rætt er tað. Í nærum hundrað ár er sambandsflokkurin togaður til allar týðandi broytingar til frama fyri føroysku tjóðina - bæði vinnuliga, sosialt og mentanarliga. VERANDI leiðsla hevur valt at halda fram hesa kós - at vera ímóti og vinna atkvøður fyri tað. Sjálvandi var flokkurin ímóti lógini um forkanningar við atliti til oljuvinnu, tí marknaspurningurin skuldi vera avgreiddur fyrst. Men nú noyddist so løgmaður at leggja uppskot fram um oljulóggávu, hóast marknatrætan ikki er greidd. Spurningurin er nú, um hann í heila tikið er fyri lógaruppskotinum, hann sjálvur hevur lagt fram, ella um hetta bara er sambandspolitikkurin í einum nøtihylki - at vera ímóti og ongantíð vera skapandi? DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið leygardagin, sunnudagin, mánadagin, týsdagin og mikudagin: Yvirhøvur gul til stívt andøvsgul av landsynningi og skýggjað veður. Stundum regn ella driv og hitin alla tíðina um 8 stig. Í gjár: Teir komandi dagarnar vil eitt hátrýst yvir Mið-Skandinaviu og eitt víðfevnandi lágtrýst vestanfyri Bretsku Oyggjunum standa mestsum í stað. Í dag: Av tí fer lýggj luft framvegis at reka móti Føroyum av landsynningi. Týsdagur 25. november 1997 Hetta er eitt valaverk -segði framsøgumaður javnaðarfloksins, Henrik Old, sum vónaði, at uppskotið fór at fáa breiða undirtøku. Men hann ávaraði móti sundurlyndi og helt, at vit við eini komandi oljuvinnu eru noyddir at byrja frá grundini av og at læra okkara komandi ættarlið at samstarva, tí tað hevur ikki verið sterkasta síðan hjá okkum at fremja felags loysnir. Jørgen Niclassen úr fólkaflokkinum helt eisini uppskotið vera gott men hevði ynski um ymsar broytingar. Superlativini fuku runt í tingsalinum fríggjadagin, tá uppskotið til eina føroyska kolvetnislóggávu var til 1. viðgerð. Orð sum valaverk, megnarverk, eitt framúrskarandi arbeiði, ein sera kompetent oljuráðleggingarnevnd vóru havd á lofti henda dagin. Og nakað, sum helst er eindømi ella í hvussu so er sera rár hending í tingini, so vóru tingmenn úr øllum flokkum samdir um, at hetta uppskotið var væl gjøgnumarbeitt og vildu tí geva tí eina positiva og góða viðgerð í nevnd. Sosialurin var við til orðaskiftið og fara vit í komandi bløðum at tríva í nakað av tí, sum kom fram undir orðaskiftinum. Eitt gott arbeiði Hóast ein kanska hevði væntað, at flest allir tingmenn fóru at vera við til hesa søguligu viðgerð, so taldust teir neyvan meira enn framsøgumenninir og so onkrar einstakar tingmenn aftrat. Men var uppmøtingin vánalig, so vóru framløgurnar harafturímóti sera greiðar og samdar. Framsøgumaður fyri sambandsflokkin var Bjørn á Heygum helt uppskotið verða sera væl gjøgnumarbeitt og helt fyri, at teir, ið hava staðið fyri hesum arbeiði, hava greitt tað sera væl úr hondum. Hann vildi ikki fara inn í smálutir við málinum men nam kortini við spurningin oljuvinna kontra fiskivinnu og segði, at nú vit fara inn í eina nýggja vinnu sum oljuvinnu, so mugu vit eisini hava fyrilit við tí, sum vit hava í Føroyum, nevniliga fiskivinnuna, soleiðis at tað verður farið skynsamiliga fram, at at nýggja vinnan ikki í óneyðugan mun órógvar og setir trupulleikar í vegin fyri fiskivinnuna. Bjørn á Heygum vónaði, at málið fær eina sakliga og seriøsa viðgerð í nevndini. -Eg vóni eisini, at tað verður ein samd nevnd og eitt samt løgting, sum samtykkir hesa lóggávuna. Alt yvir føroyskan keikant Framsøgumaður fyri fólkaflokkin var Jørgen Niclassen. Hann helt fyri, at henda avgerðin fór helst at vera ein hin størsta, sum løgtingið nakrantíð hevur tikið og fer at taka. -Her koma vit at gera av, hvussu Føroyar møguliga skulu síggja út langt inni í framtíðini. Lat okkum vera tileiðar til hesa avbjóðing men latið okkum eisini vera varnar og ansa eftir ikki at gera stórar íløgu, áðrenn vit vita nakað veruligt um oljuna. Eisini Jørgen Niclassen helt, at fyrireikingin var sera góð. -Tá vit skulu velja eina oljulóggávu skulu vit velja millum tað amerikanska modellið, har vit bjóða Føroyagrunnin út og spyrja, hvussu nógvar pengar teir vilja gjalda - ella vit velja hitt skandinaviska ella norska modellið, har tað eru kanska aðrar treytir enn bert pengar í hondina, sum avgera, hvør skal fáa atgongd til landgrunnin. Jørgen Niclassen helt, at vit eiga at skipa hetta soleiðis, at tað verður hugsað um, hvussu ein oljuvinna kann koma flest møguligum føroyingum til góða. Hann vísti á gongdina í Noregi, har teirra fyrsta lóggáva bert fevndi um seks greinar. Tann, sum nú liggur á løgtingsborði, fevnir um ikki færri enn 46 greinar. -Eg haldi, at hetta uppskotið er í so nógv av eini fullmaktslóg, og eg kundi hugsað mær, at tann nevndin, sum fær málið til viðgerðar fer at taka støðu til, um vit ikki eiga at stramma okkurt av hesum upp. Tingmaðurin helt tað vera skeivt av løgtinginum sambart grein sjey í lógini at lata alt upp til landsstýrið at avgera. -Útfrá hesum kann landsstýrið lata allan landgrunnin fyri nul krónur. Eg haldi tað er rætt, at løgtingið skal kunna góðkenna, hvørji øki ætlanin er at bjóða út og hvørjar almennar treytir landsstýrið ætlar at seta. Jørgen Niclassen segði, at tað er sera týdningarmikið, at vit við hesi lóggávu vísa umheiminum, hvat vit vilja. Lógin verður signalið úteftir. Stramma upp -Hetta fær meg til at taka fram grein 10 í lógini, sum eg haldi er ein tann mest týðandi í heila tikið. Spurningurin er, um tað ikki er rætt at stramma eitt sindur her. Vit vita, at vit kunnu altíð geva út, men tað, sum er ávarað harðliga móti frá øllum síðum, er, at landsstýrið og løgtingið mugu ikki fyrst seta nakrar treytir, og so eftir eina tíð at broyta uppá hesar. Tingmaðurin vildi hava við í umrøddu grein, sum hann vildi hava meira útgreiniliga orðað, at vørur og útgerð skulu um føroyskan keikant, og at fólkaflutningur skal um føroyska floghavn. Hann helt eisini, at útbúgvingin av føroyskari arbeiðsmegi verður betri orðað í uppskotinum. -Eg veit væl, at nógv av hesum fer at verða við í treytunum í sambandi við útbjóðing, men spurningurin er, um vit ikki skulu geva hesi fyrstu signalini í lógini, um at hetta er tað vit ynskja. Seinni kann tað verða torført at fáa hetta við, og er tað við nú og tað kanska ikki letur seg gera fult út, so kann ein geva út seinni. Jørgen Niclassen nam eisini við spurningin um eitt alment føroyskt oljufelag. Hann helt ikki tað var neyðugt at stovna eitt slíkt beinanvegin, men helt tað vera skilagott at fáa eina optión, sum ber í sær, at vit hava møguleika fyri at koma inn við einum føroyskum felag seinni, tá olja møguliga verður funnin. Nógv at læra av norðmonnum Tingmaðurin, sum eisini er formaður í Vinnunevndini, ið herfyri var á vitjan í Noregi, helt tað vera ótrúligt so langt norðmenn eru komnir við at seta trygd og arbeiðsumhvørvi í hásæti og helt hann fyri, at kunnu vit í Føroyum seta krøv og brúka norskan standard á hesum økjum, so er eingin vandi á ferð. Síðani kom hann inn á fiskivinnuna og vísti á, at við eini oljuvinnu kunnu vit geva okkara samfelag enn eitt bein at standa. -Vit mugu ansa eftir, at tað nýggja beinið ikki knúsar tað gamla beinið, sum vit hava staðið á tey seinastu 100 árini. Vit mugu ansa eftir, at oljuvinnan órógvar sum minst fiskivinnuna, og eg haldi vit hava lært eitt sindur av seismikkinum. Jørgen Niclassen helt tað annars vera skilagott at hava við í lógini, at oljufeløgini skulu gjalda endurgjald fyri skaða tey gera. Hann helt tað vera ov veikt orðað, tá tað stendur, at loyvishavarar kunnu stovna ein skaðabótagrunn. Heldur átti tað at staðið, at teir skulu gera tað. Síðani kom hann inn á lønarlagið í oljuvinnuni og vísti til, hvussu høgt hetta er í Noregi. -Vit mugu vera varug við hetta, tá vit fara undir eina oljuvinnu, tí tað má ikki drepa fiskivinnuna. Vit mugu og skula hava fiskivinnuna sum bein at standa eisini eftir hetta. Løgtingmaðurin var sera væl nøgdur við alla ta fyrireiking, sum er gjørd og helt fyri, at vit nú kunnu taka eina felags støðu. Ein søguligur dagur Framsøgumaður javnaðarfloksins var Henrik Old, tingmaður. Hann vísti á, at hetta var ein av teimum søguligu døgunum hjá løgtinginum. -Tað, sum byrjaði við eini lóg um forkanning og leiting eftir olju og jarðgassi í føroyskum øki frá 1993, vóna vit frá javnaðarfloksins síðu, vóna vit fer at vera til gagn fyri hetta samfelagið. Lógarverkið, sum tá varð gjørt, var umsitið av javnaðarflokkinum. -Tað, sum vit royna at sikta eftir, tá eitt so stórt lógarverk er til viðgerðar, er at fáa eina so breiða semju sum gjørligt. Tað var eisini við at eydnast tá, men núverandi løgmaður Edmund Joensen kundi ikki tá taka undir við umrøddu løgtingslógum segði Henrik Old og vísti á, at løgmaður tá hevði sagt, nevniliga at tað var óráð at fara undir nakrar forkanningar og geva nakað loyvi fyrr enn endaliga avgerðin varð fingin í marknatrætuni millum Føroyar og Bretland. Og seinni sigur løgmaður, at enda avgerðin av málinum í Haag, so er eingin vegur aftur, og tann avgerðin kann sammetast at spæla við í happadráttinum. -Spurningurin er tí, um løgmaður hevur somu meining í dag sum tá spurdi tingmaðurin og legði aftrat, at tað ein verður trýstur til og sum man ikki hevur serligan góðan hug til, spyrst sjáldan nakað gott burtur úr. Øllum til gagns Henrik Old vónaði, at tað fór at eydnast at fáa nakað gott burtur komandi oljulóggávuni og at hon fer at vera øllum Føroya fólki til gagns og gleði, og at tað verður við til at skapa framburð í hesum landinum tað veri seg vestast úr Mykinesi, suður til Sumbiar og út til Fugloyar. Og at vit aftaná, tá hetta fer at halla, kunnu lata okkara eftirkomarum eitt skuldarfrítt samfelag, sum verður gott at liva í. Tingmaðurin segði seg vóna, at okkara unga fólk, sum seinastu árini ikki hava havt tær bestu umstøður fara at fáa stórt gagn av hesi vinnu og at fáa eitt arbeiði, sum tey við gleði kunnu síggja fram til. Henrik Old segði, at lógin, sum er til viðgerðar, er eitt valaverk, hvar tað verður tikin hædd fyri teimum vansum, sum vit í dag kenna og serliga umhvørvinum. -Vit mugu eisini minnast til, at okkara oljufyrisiting hevur stórt sæð verið mannað við okkara egnu fólkum, og tað er alla æru vert. Tey fólkini hava lagt eitt stórt arbeiði í hetta. Hann fegnaðist eisini um, at tað í lógini verður tikin hædd fyri, at tað í mest møguligan mun verður føroysk arbeiðsmegi, ið talan verður um. Politisk semja -Vit í javnaðarflokkinum skulu gera okkara til, at tað fæst ein breið politisk semja um málið. Tað er ikki minst umráðandi at fáa eina javnvág millum oljuvinnuna og aðra vinnu, soleiðis at vit eitt nú ikki koppa fyri tí minsta brotasjógvunum, tá oljuinntøkurnar verða burtur. Henrik Old takkaði annars formansskapinum í tinginum fyri, at tað bar til hjá Vinnunevndini at fara til Noregs herfyri, har tingmenn fingu eitt sera gott innlit í oljuvinnuna. Tingmaðurin segði, at ein oljuvinna kann vera til stórt gagn fyri fiskivinnuna, sum hevur vánalig tól at arbeiða við. Tað kann henda, at ein positiv ávirkan frá oljuvinnuni í hesi tíðini fær bygt upp eitt stabilt grundarlag fyri okkara fiskivinnu og kanska fær endunýggjað flotan, sum tá verður førur fyri at halda fram eftir, at oljan er uppi. Henrik Old helt tað vera ómetaliga týdningarmikið, at vit byrja at útbúgva okkara egna fólk til oljuvinnuna. -Her haldi eg, at tað er næstan neyðugt at byrja frá grundini av og fáa tað komandi ættarliðið at læra at samstarva. Tað hevur ikki verið okkara sterka síða at samstarva og í felag at finna fram til loysnir. Vit hava sum oftast drigið hvør í sína ætt. Samstarv er ein av høvuðsfortreytunum fyri eini oljuvinnu. Henrik Old helt tað vera týdningarmikið, at føroysku fyritøkurnar, sum vilja vera við í eini oljuvinnu, duga at umstilla seg og vera við í kappingini. Stór ábyrgd á landsstýrismanni Hann vísti eisini á, at tað umráðandi at hava ein politiska uppbakking í hesum málinum. -Men tann, sum hevur upplivað ta politisku skipanina seinastu tíðina, kann kanska ivast í, hvussu væl vit eru førir fyri tí. Royndir í seinastuni vísa, at ein leggur størri dent á at behalda ein landsstýrismann enn at útinna tað verk, ein hevur ætlað sær. Verður tað so, at ein møgulig samgonga kanska heldur enn at fáa eina breiða politiska undirtøku, heldur roynir at halda fast um ein ávísan landsstýrismann, so verður ikki væl vorðið. Tingmaðurin helt fyri, at tað hevur sera nógv at siga, hvør kemur at umsita hetta málið í Tinganesi. Tað er tí umráðandi, at tann frágreiðingin, sum ætlanin er at landsstýrið skal lata tinginum, verður væl og virðiliga viðgjørd og ein ikki bara merkir sær ein politiskan meiriluti, men at ein er sannførdur um, at tað er ein politiskur meiriluti, sum stendur aftanfyri. Henrik Old segði, at flokkurin tók fult undir við, at tað stendur í lógini, at oljan skal førast í land í Føroyum, sjálvt um tað ikki verður aktuelt, og eisini at tað verður veitt ein trygd, tá tað nærkast tíðini, at feløgini skula taka sítt burtur aftur. -Vit eru við uppá, at tað ikki verður selt út av umhvørvinum legði hann aftrat. Hann metti tað annars vera rætt so skjótt til ber at stovna ein grunn, sum skal kunna veita endurgjald. Í hesum sambandi spurdi hann, um tað kanska eisini hevði verið rætt at veitt endurgjald, har seismiskt virksemi ger seg inn á vinnuna. -Javnaðarflokkurin leggur stóran dent á, at hetta fer at eydnast og at hetta verður landinum til stórt gagn. At okkara unga fólk ikki minst fær nakað burtur úr hesum, at okkara útbúgvingarskipan verður við frá byrjan og soleiðis at vit við hesum kunnu lata víðari eitt skuldarfrítt samfelag til okkara eftirkomarar. Studningurin kann lækka um prísurin hækkar Tað eru tveir mátar at sleppa av við studningin til fiskivinnuna uppá. Annar er at kappa á stokkinum, og hin er at syrgja fyri, at fiskaprísurin hækkar, sigur Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna Útróðrarmenn hava einki petti í móti, at studningurin lækkar. Hann kann gott vera null krónur, um tað skal vera. Bara teir fáa ordiligan prís fyri fiskin, teir veiða. Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen, heldur at tað ger einki, um satsurin er 0%. Men skipanin eigur ikki at verða avvtikin. Talan er jú um trygdarskipan, sum skal kunna fáast at virka aftur, um viðurskiftini krevja tað, sigur hann. Men ein fyritreyt fyri príshækking, er kapping, sigur formaðurin í MÚ. Vit mugu fáa kapping um hvønn stert, soleiðis at fiskaprísurin hækkar, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen. Tað hevði so havt við sær, at studningurin hevði lækkað, sigur hann. Tað kunnu vera ymiskir mátar at kappast uppá, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna. Ein máti hevur verið, at til bar at avreiða til teirra, sum keyptu við beinleiðis útflutningi fyri eyga. Men tann møguleikin er burtur við kunngerðini um innviging av fiski til avreiðingar í Føroyum. So má okkurt setast í staðin, og ein avloysari fyri hendan møguleikan kundi verið at havt fleiri avreiðingarstøð. Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, sigur, at tað er ymiskt, hvussu nógv fæst fyri fiskin í dag. Alt eftir, hvar hann verður lagdur upp. Tað ljóðar væl frá fiskaprísunum á Fiskamarknaðinum á Toftum, Og tað er at gleðast yvir, at teir, sum hava møguleika at selja har, fáa góðan prís. Men teir, sum selja beinleiðis til virkini úti um landið, fáa ikki handan prísin. Chris Jan Michelsen sigur, at á Tvøroyri hava teir, sum avreiða til Fiskavirking, ligið einar tríggjar krónur undir marknaðarprísinum. Og hann sigur seg hava frætt, at í Vágum er prísurin upp aftur lægri. Hetta kemst av, at ikki eru so góðir møguleikar at koma á uppboðssølu. Chris Jan Michelsen sigur, at tosað hevur verið á fundi um, at rætt hevði verið at fingið skipaðar móttøkur ymsastaðni í landinum soleiðis, at ráfiskakeypararnir í felag kundu tikið í móti fiski á støðum, har krani var, og til bar at fáa ís. Hesum tóku ráfiskakeypararnir eisini undir við, sigur hann. >>Ja, teir hava enntá skrivað undir upp á hetta,<< sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen. Men tað var skjótt, at Fiskavirking legði seg tvørt fyri, og soleiðis er einki komið burtur úr hesum fyribils. Chris Jan Michelsen sigur, at ætlanin var at viðgera hetta málið aftur á fundi í seinastu viku. Men fyri ráfiskakeypararnar møtti bara Páll Gregersen upp. Umboðið hjá Fiskavirking, Leivur Michelsen, møtti ikki, og tí varð einki burtur úr tí málinum tá. Chris Jan Michelsen sigur í viðmerking til tað, Sigurd Poulsen, landsbankastjóri segði í leygardagsblaðnum, at til ber at fáa meira av virðisøkingini í føroyskar lummar. Vit eiga at lata nøkur smá specialvirki fáa møguleika at virka í Føroyum, sigur hann. Hesi tradiotionellu virkini duga ikki. Tað, sum um ræður, er, at smá virki, sum framleiða specialvørur, fáa møguleika at keypa smáar nøgdir, tá tørvur er á tí. Tað hevði borið til, um skipaðar móttøkur vóru kring landið. Hetta hevði eisini verið ein kappingarfaktor, sum aftur hevði fingið prísin at hækka, heldur Chris Jan Michelsen. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Páll Patursson Kirkjubømúrurin Sum festari av Kirkjubøgarði fyri Heiman sum 16. ættarlið, havi eg eins og forfedrar mínir skyldu til at varðveita henda fedranna arv, og lata næsta ættarliði garðin, helst ikki í verri standi enn tá ið eg fyri skjótt 30 árum síðani festi garðin. Sólvá og Tróndur Patursson Sum festari av Kirkjubøgarði fyri Heiman sum 16. ættarlið, havi eg eins og forfedrar mínir skyldu til at varðveita henda fedranna arv, og lata næsta ættarliði garðin, helst ikki í verri standi enn tá ið eg fyri skjótt 30 árum síðani festi garðin. Kirkjubømúrurin er á mínum festi. Kirkjubømúrurin er samstundis Føroya mætasta fornminni, ein perla í Norðurlendskum fornminnum, sum hvørki eg ella nakar annar hava loyvi til at lata fara fyri skjeyti, ella at hann skal enda sum ein samanfallin ruin, ella hústoft. Vandin fyri at so verður, gerst fyri hvønn dag sum gongur størri og størri. At tað gongur skjótari og skjótari er eyðsýnligt. Øll eru samd um, at nú má nakað ítøkiligt gerast. Frá barnsbeini av og til dagin í dag havi eg fylgt væl við í øllum práti sum her er farið fram av nógvum mætum fólki, um varðveitslu av Múrinum. Eg kann t.d. nevna Sverra Dahl, fyrrverandi landsantikvarur, Glob professari, Bodil Kock, Kristian Eldjarn, Håkon Christie, Knud Krogh, Curt V. Jessen, Benner Larsen, Helge Brinch Madsen, Søren Abrahamsen, Kirstin Eliasen og mong onnur. Sum vaksin havi eg lisið mest alt sum mínir forfedrar og aðrir hava skrivað um Múrin og onnur fornminni og forngripir her á staðnum, og um teirra stríð, eisini ímóti embætismonnum, at verja hesi fornminni. Eisini havi eg lisið nógv um hvat kendi norski arkitekturin Johannes Meyer hevur skrivað um ætlanir í 1926 um at varðveita Múrin. Eg havi verið víða um í verðini og ferðast, og havi altíð havt eyguni við mær, og hugt hvussu onnur hava røkt teirra fornminni; eitt nú í Íslandi, Grønlandi, Danmark, Noregi og Finnlandi, og samanborið tað eg havi sæð, við hvat vit møguliga kunnu gera, fyri at varðveita Múrin á ein skinsaman hátt, og hetta hevur verið við til at lagt lunnar undir okkara verkætlan. Tað er eingin loyna, at eg ótolin í nógv ár havi bíðað eftir at nakað ítøkiligt kom frá okkara serkønu um hvat skal gerast. Seinasta ár spyrji eg meg sjálvan, hvat vil eg? Hvat kann eg gera? Her er eingin ivi hjá mær. Eg vil at Múrurin skal verjast, so at hann ikki ferst meira. Hann má fáa eitt tak, vindeygu og hurðar. Samstundis vil eg at teir kirkjugripir, sum vóru tiknir higani ífrá, ímóti mínum forfedra vilja, koma aftur á teirra rætta pláss, og her kunnu sýnast fram fyri Føroya fólki og øðrum. Síðani vendi eg mær til P.J. Gregoriussen, arkitekt, Una Patursson, verkfrøðing, Trónda Patursson, listamann og onnur góð fólk. Eftir tveimum mánaðum høvdu vit okkara verkætlan klára. Eitt valaverk, sum ikki á nakran hátt skalar Múrin, men tvørturímóti, vil verja hann, soleiðis at hann í framtíðini bæði kann kannast, umvælast og samstundis kann verða karmur um okkara kirkjugripir, ­ kirkjubøstólarnar, kirkjuligar handlingar, konsertir o.a. Um so eftirkomarar okkara um fimti ella hundrað ár meira at Múrurin skal varðveitast á annan hátt, so kann alt takast burtur aftur, og so hava tey Múrin, sum hann sá út í 1997. Okkara verkætlan, sum er veruliga góð og praktisk gjørlig, hevur fingið góð ummæli frá millum øðrum Johs. Exner, sum hevur varðveitt millum annað Koldinghus. Verkætlan okkara er nú broytt eitt sindur eftir hansara tilmæli. Somuleiðis hevur okkara verkætlan fingið góð ummæli frá serkønum fólki bæði í Føroyum, Íslandi, Noregi og Danmark. Verkætlan okkara bleiv løgd fyri Landsstýrismannin í mentamálum Sámal Petur í Grund og varð móttikin við vælvild, somuleiðis av bygdaráðnum, kirkjuráðnum, kirkjumyndugleikum, Føroya fólki og ikki at gloyma, øllum teimum mongu vitjandi, sum hava verið her og sæð ætlanina. Henda góða ítøkiliga verkætlan okkara, sum ikki higartil hevur kostað Føroya fólki eitt einasta oyra, kann setast í verk beinanvegin og kann standa liðug um eini tvey ár, um bara slepst í gongd við arbeiðið. Hava vit ráð og tíð at bíða longur? Vit hava nógvar vitjanir millum ár og dag, og ivist eg ikki í, at um okkara verkætlan verður til veruleika, verður ikki neyðugt at tyngja okkara skattgjaldarar við at gjalda nakað til hana, um vit ikki vilja sjálvir, tí at tað eru nógvir grunnar og aðrir sum fegnir vilja sleppa framat at gjalda. Ella, skal sum so mangan áður, øvundsjúka, partapolitikkur, klandur og stríð í fjølmiðlum og aðra staðir, enn einaferð forða fyri, at nakað verður gjørt? Skulu vit bara framhaldandi sita hendur í favn og bíða til Múrurin er farin fyri skjeyti? Okkara mætasta fornminni? Nøkur orð um og spurningar til varðveitingarætlanina hjá Føroya Fornminnissavni Í veruleikanum havi eg ongantíð verið samdur í tí máta tit ætla at gjøgnumføra tykkara Varðveitingarætlan við klimaskermum og øðrum verjum, sum tit ætla at seeta uttanum og á Múrin. Eg haldi, at Múrurin er ein náttúrligur bygningur, og tí haldi eg, at besta verja má verða at verja hann á náttúrligan hátt, við tekju, hurðum og vindeygum, og ikki seta hann inn í eitt ella annað. Hann er bygdur at standa úti, men undir taki. Í varðveitingarætlan tykkara, sum eg havi lisið gjølla, haldi eg eru nógv ymisk ting, sum eru mótsigandi og ætli eg tí at seta spurningar til okkurt av hesum. Á síðu 4 stendur: >>Tískil er tað av so avbera stórum týdningi, at Múrurin verður verðandi fullkomuliga óbroyttur í sínum núverandi líki, einki má leggjast afturat og einki má trekkjast frá.<< Á síðu 13 stendur: >>Hugsa vit okkum her øll umrøddu varðveitingar og verjutiltøk framd í verki, eru vit í eini støðu, har tað stásiliga kirkjurúmið fer at standa í einum heilt broyttum líki.<< Mín spurningur er hvussu kann hetta lata seg gera? Broyttum líki? Á síðu 11 stendur: >>Konserveringstiltøk undir teirri fyritreyt, at Múrurin verður innilokaður framyvir.<< Er tað ikki tað vit gera? Eisini stendur: >>at klimaskermur verður festur sum tvinguok, og hildin saman við tvørboltum gjøgnum op í Múrverkinum, soleiðis at múrverkið sjálvt verður órørt.<< Hvussu ætla tit at tílíkur klimaskermur, sum eftir mínum tykki verður bæði stórur og tungur, og tekur ómetaligan nógvan vind á seg, skal kunna hanga á Múrinum uttan at nerta Múrin? Serliga á norðursíðuni og endunum har eingi op eru at bolta ígjøgnum?? Eg havi hoyrt eldri kønan verkfrøðing siga, at hvørki Múrur ella klimaskermur kemur at standa uppi eftir fyrsta harðbalna veturin. Á síðu 8 er mynd av hugskoti um hvussu møguliga framtíðar gjøgnumskygd tekja kann koma at síggja út. Hvussu halda tit at konstruktiónin til hesa tekju fer at síggja út? Á síðu 14 stendur: >>Við eitt fáa vit sostatt eitt rúm, sum í øllum førum summarmánaðarnar kann verða nýtt til ymisk endamál, eitt nú guðstænastur, konsertir v.m. Heldur ikki kann útihýsast, at tað fer at bera til at sýna fram savnslutir í serliga tilevnaðum og á allan hátt tryggum eindum. Kirkjubøstólarnir kunnu kanska koma uppá tal umframt aðrir lutir, ið hava tilknýti til kirkjuumhvørvi í Kirkjubø. Hugsa vit okkum stólarnar og aðrar lutir sýndar fram í Kirkjubø, hevur eydnast at skapa nakað heilt einastandandi.<< Er tað ikki akkurát hetta okkara verkætlan fremur? Tað haldi eg. Til seinast kundi verið áhugavert fyri almenningin at fingið at vita, hvat tykkara varðveitingarætlan higartil hevur kostað? Rættleiðing til okkurt av tí sum er komið fram í fjølmiðlunum Landsantikvarur Arne Thorsteinsson segði í Degi og Viku herfyri, at okkara Verkætlan vildi skaða Múrin, og tók aftur í aftur >>eg veit tað<<. Hetta áttu vit at fingið meira at vita um, hvat hann meinar við. Eisini segði hann at nú mátti Múrurin verjast móti menniskjum. Spurningurin er hvørjum menniskjum? Við at lesa søguna, sæst at mínir forfedrar hava roynt at barst fyri at røkt okkara fornminni, og ikki hevur tað altíð verið lætt at staðið á odda, dømi um hetta er t.d.: Hví var ovasti endi á Stokkastovuni rivin niður í 1833 og hví varð Petur bóndi noyddur til at reka Holten amtmann av garði í 1868? Nei, embætismenn og yvirvøld hava ikki altíð verið tey bestu menniskju fyri fornminnini í Kirkjubø. Eitt skulu tit vita á Fornminnissavninum, at um okkara forfedrar og aðrir ikki høvdu verið so at sær komnir, at teir høvdu sæð neyðina í at umvæla Múrin, og fornminnini yvirhøvur, av og á, so hevði eingin Múrur og fornminni verið til í Kirkjubø í dag, men bert toftir. Síðani Sverri Dahl, sáli umvaldi Múrin seinast, er eingin umvæling farin fram, uttan at maður fyri nøkrum árum síðani tók almikið av leysum klípum úr vegginum, og legði tær í ein krók, og har liggja tær enn. Eisini eru tvey hol borað tvørtur ígjøgnum Múrin, og standa tey opin enn. Er hetta varðveiting? Í Sosialinum 3. juli stendur, at Håkon Christie, norskur fornfrøðingur sigur um okkara verkætlan >>den ville få som følger, at Muren blev skadet som kulturminne.<< Í brævi til mín, skrivar sami maður, >>efter grundig gennemgang af jeres projekt, ser jeg at dera prøver at forene de mange ønsker som vi alle har.<>The Stars of Commitments<< og vitjaðu her í Føroyum. Eftir at hava spælt í Íslandi, komu tey hendanvegin og luttóku á gallakonsertini í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, har tey frægastu nøvnini úr teimum baltisku londunum eisini vóru við, umframt teir fløguaktuellu Kjølar úr Kollafirði. Teirra fyrsta útgáva kom sum kunnugt á marknaðin leygardagin. Á fløguni, sum kallast >>Time<<, eru níggju løg, og hava tey øll enskan tekst. Men Kjølarnir, sum einaferð í beinleiðis sjónvarpssending vildu vera við, at føroyskt saktans hóskar til rock'n'roll, vera aftur á fløgu í desember. Hesaferð á stakfløgu, har sungið verður á føroyskum. Men tey, sum ikki høvdu høvi at hoyra filmsstjørnurnar úr >>The Commitments<<, fingu tó møguleikan sunnukvøldið. Tá undirhildu hesi átta fólkini, ið tey flestu munnu kenna úr filminum, sum skapti bólkin, í Club 20, og tað riggaði bara heilt væl. Eina løtu helt tú, at tú vart endaður í onkrum hugnaligum skoti í onkrum av høvuðsstøðunum niðri á meginlandinum, men eftir at hava bíðað í nøkur korter, kendi ein ta heimligu timingina aftur. Hóast fólkið hevði goldið ein gulan Hammershaimb fyri atgongumerkið, kom ótolnið ongantíð rættiliga til sjóndar, og teir vælsvingandi soul- og bluestónarnir fingu skjótt lagið nøkur stig upp eftir. Jú, her var talan um dugnaligar tónleikarar, og tað bilti ikki so nógv, at Andrew Strong ikki var við, hóast hann sum sangari verður tikin av fáum. Her var talan um fólk, sum ikki krógvaðu, at teimum dámdi tað, tey gjørdu, og hetta ávirkaði tey, ið vóru savnað í tí lítla og stemningsfylta hølinum, har tú kundi fáa ein sving-om, hevði tú hug. Eitt fínt, lítið tiltak við einum stórum navni. Men her var ikki bara talan um eitt verðinsnavn, men um livandi tónleik á høgum støði, sum bara ger býarlívið í høvuðsstaðnum hugnaligari! Smyril Line víðkar summarsiglingina Fyrsta dagin fer Smyril Line at kunngera ferðaætlanina hjá Norrönu næsta summar. Ætlanin er at leingja summarsiglina næsta ár við eini viku hvørju megin. Summarsiglingin byrjar sostatt 23. mai, og hon endar 10. september. Tað nýggja við summarsiglingina næsta ár, og nú vendir Smyril Line aftur til ta gomlu ferðaætlanina. Norröna fer aftur at sigla til Hetlands. Smyril Line væntar, at hesin túrurin fer at hava áhuga fyri føroyingar, nú Smyril ikki longur siglir til Aberdeen. Hetland er eitt ugnaligt land at vitja, siglingartíðin er srutt, og tað ber at fara handilstúr til Hetlands, eins og nógv fyrr gjørdu til Skotlands. Eisini ber til at fara víðari úr Hetlandi inn á meginlandið, og Smyril Line hevur gjørt seravtalu við P&O, sum røkir siglingina millum Hetland og Aberdeen. Ein onnur broyting er, at Norröna nú aftur fer at sigla til Hantsholm í Danmark, og ikki til Esbjerg. Orsøkin til hesa broyting er fyrst og fremst, at nú Norröna aftur skal sigla til Hetlands, eru ikki stundir at fara heilt niður til Esbjerg. - Vit halda tað eisini vera so hugnaligt at koma til Hanstholm, tí har á leiðini er so nógv áhugavert at síggja, sigur Áki Jespersen á Smyril Line. Hann væntar ikki, at Smyril Line fer at missa nakað við hesi umleggingini, tí ein kanning vísir, at flestu viðskiftafólkini hjá Smyrlin Line í Danmark búgva í Norðurjyllandi. Annars liggur Norröna framvegis í Keypmannahavn, tí tað hevur enn ikki eydnast at fáa skipið leigað út í vetur. Jákup Jacobsen Jólabýurin í SMS tendraður Klokkan seks fríggjakvøldið í seinastu viku bleiv jólabýurin í SMS tendraður . Nógv fólk høvdu nýtt høvi at fara niðan at hyggja at, meðan hesin hugnaligi og jólaligi nissubýur fór í holt við at vís øllum, at nú nærkast jólini. Býurin er í ár gjørdur sum ein hugnarlig bygd við einari vindmillu sum miðdepli, eisini eru nógvar stuttligar smáhendingarm, sum seta ein hunarligan dám á. Smábørnini halda býin vera ógvuliga vakran og eru fegin um, at SMS nú er fult av nissum, og at jólini nærkast. Onnur ár hevur Jólabýurin havt mestsum alt torgið í SMS fyri seg sjálvan, men umframt Jólabýin er har eisini ein jólahandil við alskynt jólaprýði. Vórðu heiðrað fyri at bjarga smádreingi undan at drukna Ein av bjargingarmonnnum var bara trý ára gamal. Hann bar seg óvanliga klókt at eftir aldrinum og bjargaði sostatt lívinum á árs- gamla beiggja sínum, men fleiri onnur høvdu eisini ein avgerandi leiklut. Áki Bertholdsen Fýra fólk hava fingið heiðursnál fyri at bjarga Bartali undan at drukna. Tey eru Mamman, anna, sum situr undir Bartali, Jóannes Østerø og konan, Elinborg. Fremst situr Beinir, sum setti bjargingina ígongd Fyri hálvum øðrum árum síðani skrivaði Sosialurin søguna um, hvussu árs- gamli, Bartal Evaldsson, úr Vági, í allar evstu løtu varð bjargaður undan tí vissa deyða. Hann var dottin av einum bakka í ein hyl og var lívleysur, tá ið hann var fingin uppaftur. Men takkað verið einum sjáldsomum samstarvi ímillum fýra fólk, og eina ótrúliga røð av samanfallandi, hepnum umstøðum, varð hann bjargaður í evstu løtu. Og nú um vikuskiftið fingu tey fýra fólkini, sum bjargaðu Bartali, heiðursnál fyri tað bragd tey gjørdi. Tann yngsti bjargingarmaðurin var Beinir, trý ára gamli stóribeiggi Bartal, sum setti alt bjargingararbeiði ígongd. Tað er Leif Erik Niclasen, gullsmiðjur á Argjum, ið fyri nøkrum árum síðani gjørdi eina heiðursnál, sum hann hevur latið fólkið, sum hava útint eitthvørt bragd fyri at bjarga øðrum úr vanda. Síðsta vikuskiftið var hann á jólasølustevnu í vági og nýtti høvi, nú hann var komin til Vágs, at lata teimum fýra fólkunum, sum bjargaði Beiniri, heiðursnál. Rann eftir hjálp Tað var ein góðveðursdag síðsta vár, at eitt ára gamli Bartal datt niður av áarbakkanum í ein hyl, ein dagin hann var farin at finna ommuna saman við beiggjanum og mammuni. Teir báðir, Bartal og Beinir stjólu seg yvir til eina á at spæla, tá ið óhappið hendi Beinir hoyrdi tjumsið, men helt, at tað var ein steinur, sum var farin í hylin. Táið hann vendi sær við, sá hann, at ársgamli beiggin lá lá og fleyt í hylinum. Men heldur enn at renna heim, ella at blíva bangin og krógva seg, sum hevði verið tað púra náttúrliga hjá einum trý ára gomlum at gjørt, rann Beinir ístaðin inn til Jóannes Østerø, sum búði í nærmastu húsunum, eftir hjálpt. Eftir hesa løtu var tað ein ótrúlig røð av samanfallandi hepnum umstøðum, sum gjørdi, at Bartal varð bjargaður. ­ Úthurðin hjá Jóannesi var vanliga so trek, at tað gekk illa hjá hálvvaksnu dóttir hansara at fáa hana upp. Men bara hesu einu ferðina, Beinir kom eftir hjálp, gekk hon sum á vælsmurdum hongslum. ­ Elinborg, kona Jóannes hevði sent Jóannes at keypa margarin, tí stóð hann í gongini, í skóm, klárur at fara. ­ Var Beinir hinvegin komin eina lítla løtu seinni, var hann farin... ­ Jóannes leyp í hylin eftir Bartali har hann lá og fleyt, fram eftir rommum, lívleysur og bláur, og fekk hann upp á turt. ­ Jóannes vitsti einki um fyrstuhjálp. Men tilvildin vildi tað so, at Jóannes syngur í kórið og hevði tí lært okkurt smávegis um andadrátt. Tí vitsti hann, hvat tað var, sum stýrdi andadráttinum og legði seg sostatt at trýsta inn á flatbróstið. Tað hjálpti, tí vatnið tók at renna úr honum. Ímeðan var Elinborg, kona Jóannes, runnin eftir mammu Bartali. Hon er tannteknikari og dugir fyrstuhjálp, tí tað hevur hon lært í skúlanum. Hon trýstið á búkin at fáa vatnið úr honum. Og táið hon skuldi gera seg til at geva honum hjartamassasju og andahjálp fór vatnið at renna úr honum, og lív kom spakiliga í hann aftur. Og táið læknin fáar minuttir seinni kom til, var Bartal púra klárur aftur. Í samrøðu við Sosialin tá, segði læknin, Óli Bech, at tað hevði verið ónatúrliga tætt við. Eftir tí hann fekk at vita, hevði ongin bjarging verið, hevði trý ára gamli Beinir ikki verið skilagóður, at hann rann inn í nærmastu hús, heldur enn at renna heim. Ein gleði at tendra ljós Leif Erik Niclasen sigur, at hann gjørdi heiðursnálina, tí hann helt, at tað var ov galið, at vit hava onki føroyskt heiðurstekin til tey, sum hjálpa øðrum úr neyð. Tað, sum beinleiðis gjørdi útslagið, varð bragdið hjá tvøramanninum, Finn Terja Samuelsen, táið hann kavaði á botn í byrgingini í Eiðisvatni eftir einum óvita, sum var dottin útav og var farin til botns, og bjargaði honum. ­ Tá fekk hann heiðurstekin frá einum donskum vikublað, sigur Leif Erik Niclasen. ­ Men hann fekk onki úr Føroyum. Hann heldur tað vera ov galið, at ein siglandi tjóð, sum livur so tætt at havinum og náttúrini, ikki hevur eitt alment heiðurstekin til tey, sum hjálpa øðrum úr neyð. ­ Tað hava øll onnur, og, hvussu ofta hava vit ikki sæð føroyingar fáa heiðurstekin frá útlendingum fyri ymisk bjargingarbrøgd. Men úr Føroyum fáa teir onki. ­ Meiri enn nakar annar áttu føroyingar at vita, hvussu fjálgt tað er at fáa eina hjálpandi hond í eini neyðstøðu. Tí gjørdi hann hesa heiðursnálina sum eina symbolska viðurkenning og tøkk til tey, sum rætta fólki í neyð eina hjálpandi hond. Nálin ímyndar eitt ljós, við eini glæmu rundanum. ­ Tað er ein gleði at kunna tendra eitt ljós. Ert tú deyður, kanst tú ikki tendra eitt ljós. Og tendra onnur ljós fyri tær, er tað tí, at tey syrgja. Síðani hann fór at lata nálirnar, hevur hann latið nakrar nálir hvørt ár, okkurt ár upp í 10 nálir. Tað eru tvær nálir ein lítil og ein stór. Men støddin á nálini hevur onki við støddina á hjálpini at gera. Tey, sum fáa tað lítlu nálina, fáa hana tí at tey vóru yngri enn 14 ár, tá ið tey bjargaðu einum neyðstøddum. Leif Erik Niclasen heitir á fólk, sum kenna fólk, sum hava uppiborið eina nál, um at siga sær frá. Tí tey, sum hava fingið nálirnar, eru tey, hann hevur frætt um, meiri og minni av tilvild, og tað er avgjørt ikki ætlanin at seta nakran eftir. Flykrur Nýggj bók Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út sangbókina >>Flykrur<< eftir Andreas Andreasen. Hetta er triðja sangbókin í røðini hjá Andreas Andreasen. Hinar eru >>100 sangir<< og >>Heiðaljóð<<. Í >>Flykrum<< eru 90 sangir og løg úr 30 ymiskum londum. Sangirnir eru umyrktir, so teir hóska til føroysk viðurskifti. Men nakrar av sangunum hevur Andreas Andreasen sjálvur yrkt. >>Flykrur<< er 110 blaðsíður og kostar 70,- kr. Um Bíbliu okkara Nýggj bók Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina >>Um Bíbliu okkara<< eftir Ivan Hellstrøm. Henry Debes Joensen hevur týtt bókina, og Bergur Debes Joensen hevur skrivað partin um føroyskar Bíbliutýðingar. >>Um Bíbliu okkara<< er handbók, sum gevur frágreiðing um allar bøkurnar í Bíbliuni, bæði í Gamla Testamenti og í Nýggja Testamenti, og hon er ætlað framhaldsdeild fólkaskúlans, men kann eisini nýtast í hægri skúlum. Kápuna hevur Ingi Joensen gjørt, Hestprent hevur havt sats og umbróting um hendi, og Estra hevur prentað. >>Um Bíbliu okkara<< er 320 blaðsíður og kostar 160,- kr. Bahá'i trúgvin og sáttmálin Týsdagin 25. november klokkan 19.00 bjóðar Bahá'i samfelagið í Havn til evniskvøld í Bahá'i Miðstøðini í Gundadali. Evnið hetta kvøldið er >>Sáttmálin<<. Guð hevur gjørt ein sáttmála við mannaættina um altíð at standa okkum við lið, tí Guð er tann, ið hevur skapað alt, og hann elskar okkum menniskju. Guð sendi jørðini Jesus til tess at vit skuldu vita, hvussu vit skuldu liva, og somuleiðis sendi Guð hinar stovnararnar av heimsins trúgvum, at vegleiða mannaættina gjøgnum tíðirnar. Bahá'iar trúgva, at Bahá'u'lláh er afturkoma Krists og boðberi Guðs til mannaættina í dag, og at Guð enn einaferð hevur endurnýggjað sín sáttmála við mannaættina. Mannaættin er nú >>vorðin tilkomin<<. Barnaárini og ungdómsárini liggja aftanfyri okkum. Vit skulu skapa eind í heiminum, liva í friði við hvørjum øðrum, tí at >>Jørðin er bert eittans land og mannaættin íbúgvar tess, sum Bahá'u'lláh kunngjørdi. Hetta kvøldið verður ein stuttur fyrilestur um >>Sáttmálan<<, tónleikur verður spældur og kaffi verður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. Bahá'í Miðstøðin er annars opin hvønn hósdag frá klokkan 16.30 til 18.30. Løgmansfinalan verður flutt Fótbóltur: Finalan um Løgmanssteypið verður helst flutt frá fyrst í august mánað til síðst í juni ella fyrst í juli Tað er nógv, sum bendir á, at finalan um løgmanssteypið, sum higartil hevur verið fyrst í august, verður flutt til síðst í juni ella fyrst í juni. Á fundinum við fótbóltsfeløgini, sum var í Havnini leygardagin, legði FSF tíðarætlanina fyri kappingarárið í 1998 á borðið, og har verður skotið upp, at finalan í kappingini um løgmanssteypið verður sunnudagin 5. juli ella sunnudagin 2. august. Feløgini góvu greitt til kennar, at tey ynskja, at finalan verður 5. juli og harvið fer at markera endan á fyrru leikhálvu, í staðin fyri at markera byrjanina upp á seinnu hálvu. Tað hevur verið víst á, at dygdin í spælinum hevur ikki verið so góð fyrst í august, sum hon hevur verið síðst í juni og fyrst í juli, og síðani Europa Cup luttøkan hjá føroysku feløgunum er flutt til at vera í juli er eitt argument komið afturat fyri at flyta finaluna til endan á fyrru leikhálvu, og nú bendir nógv á, at tað verður gjørt álvara av hesum. At flyta finaluna til á ólavsøku, sum fleiri ferðir hevur verið í uppskoti, kemur ikki uppá tal longur, tí hetta er akkurát, tá føroysku feløgini spæla í Europa Cup. Á fundinum var viðgjørt, hvussu samansetingin skal vera í bólkaspælinum í kappingini um løgmanssteypið. Hugburðurin hjá nógvum er, at higartil hava verið ov nógv veik lið í bólkaspælinum, og at hetta hevur havt við sær, at bestu liðini hava spælt dystir, sum als onga venjing hava givið teimum. Tað kann væl vera, at hetta verður broytt, soleiðis at bólkatalið verður lækkað úr fýra og niður í tríggjar, og at fleiri av veikaru liðunum skulu spæla innleiðandi fyri at sleppa í bólkaspælið. Fyrsta umfarið í bólkaspælinum ætlast at vera leygardagin 5. apríl, og fyrstu innleiðandi dystirnir verða leygardagin 22. mars. Í páskafrítíðini verður spælt skírisdag, páskaaftan og 2. páskadag, sum verður 13. apríl. Sambært ætlanina, sum FSF kunngjørdi leygardagin, so verður fyrsta umfar í landskappingini í 1. deild spælt sunnudagin 3. mai. Níggjunda og síðsta umfarið undan summarsteðginum ætlast at verða sunnudagin 28. juni, og eftir summarsteðgin verður fyrsta umfarið longu 2. august. Síðsta umfarið verður sunnudagin 4. oktobur, og kappingarárið fer at enda 13. ella 14. oktobur, tá landsliðið fer at spæla fyri síðstu ferð. Nú er KÍF aftast Hondbóltur: Neistin vann botndystin móti KÍF, og tók seg av aftasta plássi 1. deild menn: KÍF-Neistin 15-18 (6-11) Tað komu ikki nógv mál, tá KÍF og Neistin spældu botndyst í ítróttarhøllini á Skála sunnudagin. Dysturin eftir við sigri til Neistan, sum var aftast, men sum við teimum báðum stigunum, teir fingu burtur úr botndystinum, tók seg fram um KÍF. Neistin var frammanfyr so at siga allan dystin, og fyrsta korterið av dystinum tóku teir sær stóra leiðslu. Teir komu fram um 6-2, og allan fyrra hálvleik hildu teir munin, so at støðan í hálvleikinum var 11-6. Seks mál er ikki nógv at gear í ein hálvan tíma, og tað gjørdist lítið frægari hjá KÍF í seinna hálvleiki, tí hóast teir togaðu seg upp á 14-14, fekk Neistin meiri burtur úr endanum av dystinum og vann 18-15. Hjá Neistanum var spælandi venjarin, Benny Vium, topskjútti við fimm málum, meðan Eddie Joensen var besti málskjútti hjá KÍF, hann gjørdi fýra mál. Neistin fótaði sær Hondbóltur: Eftir tapið fyri Kyndli, vann Neistin tryggan sigur á VB 1. deild kvinnur: VB-Neistin 18-26 (9-12) Neistin ætlar ikki at gera sær tað til ein vana at tapa. Eftir ósigurin í granna- og toppdystinum móti Kyndli mikukvøldið, kom Neistaliðið fyri seg aftur, og í ítróttarhøllini í Vági vunnu tær tryggan sigur. Fyrri hálvleikur var javnur og heimaliði fylgdi væl við, men tað hjálpti ikki um hjá teimum, at Sólrun Krosslá, sum vanliga er topskjútti og mest sentrali spælarin á liðnum noyddist út við skaða eftir bert eina lítla løtu. Spælarin, sum í fjør vann meistaraheitið saman við Neistanum, fekk ein snudd oman fyri eyga, og ráðiligt var ikki at lata hana halda fram. Í seinna hálvleiki kom munurin millum oddaliðið og botnliðið til sjóndar, og Neistin helt seg trygt frammanfyri allan seinna hálvleik. Í hálvleikinu var munurin trý mál, og hann økti meistaraliðið uppí átta mál áðrenn leiklok. Við sigrinum helt Neistin fast um plássið frammi í oddinum, men Kyndil hevur framvegis betri málmun, og hevur stavnin frammanfyri grannarnar. Í annaðkvøld fer triðja oddaliðið, StÍF, at spæla sín dyst í sætta umfari, og vinna tær eisini, er framvegis rættiliga trongt á ovastu rók í kvinnudeildini. StÍF steðgaði H71 Hondbóltur: Jónleif Sólsker var sentrali spælarin, tá StÍF fyri aðru ferð í ár vann á H71 1. deild menn: StÍF-H71 29-27 (15-13) Fyri aðru ferð í ár noyddist oddaliðið H71 at lúta fyri strandingum. Seinasta vikuskiftið var H71 í Vestmanna og setti VÍF uppá pláss, men hoyvíkingar vóru nóg illa komnir yvir tann sigurin, fyrrenn strandingar settu teir uppá pláss. Jákup Símun Simonsen hjá H71 segði undan dystinum móti StÍF, at talan var um eina sera trupla uppgávu, og hann fekk eisini rætt. Hóast hann aftur hesaferð var toppskjútti hjá H71, mátti hansara lið lúta fyri StÍF. H71 kom annars gott í gongd, og fyrsta partin av dystinum vóru teir nógv betri. Álopsspælið gekk væl, verjan var sterk og tá StÍF'arnir royndu seg móti málunum, vóru teir ikki nóg neyvir. H71 var frammanfyri bæði 6-2 og 9-5, áðrenn heimaliðið vaknaði, og tók seg saman. Hoyvíkingar settu Hallur Danielsen at mansverja Arthur Johansen, sum hevur verið mest týðandi spælarin hjá StÍF higartil, og tað tók tíð hjá teimum, at finna samanspælið og málið uttan um vanliga toppskjúttan. Men tá spælandi venjarin hjá StÍF, Jónleif Sólsker, fekk gongd á, var hann ikki til at steðga aftur, og hann var sentrali spælarin hjá StÍF hendan dystin. Jónleif gjørdi sjálvur 9 mál, men hann spældi eisini upp til hinar, og Sveinbjørn Poulsen, sum spælir á strikuni, fekk nógv burtur úr samanspælinum við venjaran. Hildu ikki høvdið kalt Fram til hálvleik javnaði StÍF leiðsluna hjá H71, og seinastu tveir minuttirnar fóru teir fram um við tveimum málum, so støðan í hálvleikinum var 15-13 til StÍF. Og seinni hálvleikur var ikki meiri enn byrjaður, so hevði StÍF økt við trimum málum afturat. Hesa løtuna tóktust H71'arnir at vera slignir groggy, og tað tók eina løtu áðrenn teir komu fyri seg aftur. Men teir komu fyri seg og teir byrjaðu spakuliga at eta burtur av leiðsluni hjá heimaliðnum. Og eftir stríð og strev tað mesta av seinna hálvleiki, eydnaðist tað H71 at javna, tá Halgir D. Olsen gjørdi tað til 25-25 fimm minuttir fyri leiklok. Men meðan H71'arnir kláraðu at halda høvdið kalt seinasta partin av dystinum móti VÍF seinasta vikuskiftið, eydnaðist tað ikki hesaferð. StÍF fór fram um 26-25, og eftir tað gjørdu H71'arnir ov skjótt av í álopsspælinum, og avslutningarnir vóru ikki nóg góðir. StÍF økti til bæði 27 og 28-25, og so var dysturin avgjørdur, hóast H71 aftur minkaði til 28-27. Seinasta málið í dystinum fekk StÍF, og tað var hóskandi besti maðurin á heimaliðnum, Jónleif Sólsker, sum setti punktum fyri dagin og gjørdi tað til 29-27. Hondbóltshagtøl Hondbóltur: Úrslit og málskjúttar frá dystunum í vikuskiftinum 1. deild menn 6. umfar, 22. og 23. november StÍF-H71 29-27 (15-13) StÍF: Jónleif Sólsker 9, Sveinbjørn Poulsen 7, Agnar Højgaard 4, Poli Hansen 4, Tummas Johansen 3, Arthur Johansen 2 H71: Jákup Símun Simonsen 9, Hans Guðmundsson 8, Halgir D. Olsen 4, Hallur Danielsen 3, Anfinn N. Debess 2, Páll Poulsen KÍF-Neistin 15-18 (6-11) KÍF: Edddie Joensen 4, Jóan Petur Olsen 3, Vagnur Johannesen 3, Petur Martin Johansen 2, Petur Martin Poulsen 2, Jónálvur Johannesen Neistin: Benny Vium 5, Carsten Andersen 3, Kári Mortensen 3, Karl Oddmar Rasmussen 2, Páll Nolsoy 2, Høgni í Jákupsstovu 2, Rani Slættanes Støðan 1. VÍF54-0-1154-968 2. H7164-0-2158-1518 4. StÍF63-1-2160-1507 3. Kyndil53-0-2129-1266 6. Neistin61-1-4 137-1663 5. KÍF61-0-5133-1512 Næstu dystirnir 26/11 Kyndil-VÍF 3/12 H71-Neistin 6/12 KÍF-Kyndil 7/12 VÍF-StÍF 1. deild kvinnur 6. umfar, 23. november Stjørnan-Kyndil 21-24 (10-12) Stjørnan: Joan Midjord Joensen 10, Simona Hansen 5, Jastrid Gullaksen 2, Anna Kristina Olsen 2, Rúna Hansen, Rannvá Andreasen Kyndil: Ann Hansen 6, Jacklin Durhuus 3, Beinta Sørensen 3, Brynhild Klein 3, Jórun Ludvig 2, Rakul N. Joensen 2, Lotte Sørensen 2, Frida Johannesen 2, Herborg Joensen VB-Neistin 18-26 (9-12) Støðan 1. Kyndil65-0-1154-12010 2. Neistin65-0-1129-10310 3. StÍF54-0-1113-1028 4. GÍ51-0-4107-1242 5. Stjørnan61-0-5119-1432 6. VB61-0-5112-1462 Næstu dystirnir 26/11 StÍF-GÍ 3/12 Kyndil-GÍ 3/12 StÍF-Neistin 6/12 GÍ-Stjørnan 7/12 VB-Kyndil Kyndil hevði munin Hondbóltur: Stjørnan gav mótstøðu, men oddaliðið hevði allatíðna munin, og vann eisini við trimum málum 1. deild kvinnur: Stjørnan-Kyndil 21-24 Nú hava øll trý oddaliðini í deildini verið á vitjan á Klaksvík, og hóast allir dystirnir hava verið javnir, hava útiliðini hvørjaferð havt munin. Soleiðis var eisini tá Stjørnan tók ímóti Kyndli sunnudagin. Dysturin var javnur, liðini fylgdust mest sum allan dystin, men Kyndil hevði munin og vann eisini við trimum málum. Stjørnan klárar at spæla upp ímóti øllum liðunum, men liðið manglar tað seinasta sum skal til, fyri at vinna á teimum bestu liðunum í deildini. Verjuspælið hjá Stjørnuni er gott, men breddin er ikki nóg stór í álopsspælinum, og tá tað líður út í seinna hálvleik gera spælararnir óneyðug mistøk. Men kann Stjørnuliðið menna seg so hvørt sum kappingini líður, og lúka burtur tey óneyðugu mistøkini, kann liðini gerast ein beiskur biti hjá teimum flestu liðunum. Kyndil helt munin Fyrri hálvleikur av dystinum sunnudagin gekk javnt á. Kyndil legði seg fram um, men Stjørnan gav ongantíð upp, og tær javnaðu til 6-6 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Síðani fór Kyndil fram um aftur, og tær hildu eisini leiðsluna fram móti hálvleikinum. Í seinna hálvleik økti Kyndil um leiðsluna við tveimum málum, og tá kom munurin millum liðini fyrstu ferð til sjóndar. Kyndil vísti gott álopsspæl, onkuntíð kanska ikki nóg beinleiðis, og skotstyrkin úti frá er stór. Hóast Stjørnan kom aftur um við fleiri málum beinanvegin í seinna hálvleiki, góvu tær ikki upp, og allan vegin til dystarlok stríddust tær óført bæði í verju og í álopi. Tær minkaðu nakrar ferðir um munin, so hann var trý mál, men Kyndlaliðið kláraði at halda seg frammanfyri. Og tá Jacklin Durhuus gjørdi tað til 22-17 seks minuttir fyri leiklok fall avgerðin. Seinastu minuttirnar minkaði Stjørnan um munin, so trý mál vóru á muni tá dysturin var av. Enn eitt heiðurligt tap hjá Stjørnuni, men tá tað ikki gevur nakað stig, kann tað ikki brúkast til nógv annað, enn at geva vónir um stig í dystunum, sum eru fyri framman. VÍF styrkti um sína støðu uttan at spæla Hondbóltur: H71 tapti fyri aðru ferð í ár til StÍF, og tað passaði vestmenningum væl Vestmenningar komu væl frá dystunum í vikuskiftinum. Tí hóast mansliðið hjá VÍF ikki spældi, lagaðu hini úrslitini seg soleiðis, at meistaraliðið styrkti um sína støðu í oddinum. Teir hava saman við Kyndli nú spælt ein dyst færri enn hini liðini, og eru framvegis á odda í deildini. Úrslitið, sum hevði hetta við sær, kom á Skála, har StÍF fyri aðru ferð í ár vann á H71. Hoyvíkingar gjørdu eitt minni bragd í Vestmanna seinasta vikuskiftið, men júst sum teir sjálvir vístu á, gjørdist dysturin á Skála móti StÍF minst líka trupul, og teir máttu eisini lúta. Strandingar eru komnir væl við seinastu umførini, og við sigrinum á H71 togaðu teir seg upp á triðja pláss í kappingini, eitt stig aftanfyri H71 og VÍF. At fleiri lið eru við í oddinum og liggja beint í hølunum á VÍF, plagar ikki at ávirka teir. Í fjør var gongdin nakað tann sama at byrja við, og vestmenningar øktu bara støðugt um munin, meðan liðini, sum lógu aftanfyri, allatíðina tóku stig frá hvørjum øðrum, og tí dragnaðu afturúr. Í so máta er kappingini í ár nú farin at líkjast henni frá í fjør. Tað kann gerast tætt Men eitt er ikki líkt kappingini í fjør, og tað er at VÍF hevur tapt ein dyst. Seinasta vikuskiftið setti H71 hol á, og mikukvøldið fer Kyndil at royna at fylgja hesum upp, tá tey bæði sigursvandu liðini hittast í høllini á Hálsi í Havn. Úrslitið av sætta umfarið kann gerast, at oddurin í mansdeildini verður mannaður við fýra liðum, sum fara at liggja stavn um stavn. Hetta kann gerast veruleiki um Kyndil vinnur dystin í annaðkvøld. Hendir tað, kemur Kyndil uppá 8 stig, sum er tað sama sum H71 og VÍF, og StÍF hevur so framvegis síni sjey stig. Hetta hevði sjálvandi skapt møguleikar fyri eini tættari og spennandi kapping, men tað liggur líka sum í luftini, at VÍF nú fer eitt fet fram um hini liðini... Í botninum fer dysturin eftir øllum at døma at standa millum Neistan og KÍF, og eftir næsta innanhýsisdystin millum liðini í vikuskiftinum hevur Neistin togað seg fram um kollfirðingar. Neistin hevur ein javnleik móti StÍF afturat sigrinum á KÍF, og er tí eitt stig frammanfyri kollfirðingar, sum bara hava vunnið móti Neistanum. Javnt og spennandi hjá kvinnunum Kvinnukappingin er sera spennandi í løtuni. Í oddinum eru trý lið um boðið, og í skeiva endanum eru eisini trý lið jøvn. Tvey av oddaliðunum spældu sunnudagin, og tey vunnu bæði sínar dystir móti botnliðunum. Í Klaksvík var dysturin rímuliga javnur, men Kyndil hevði allatíðina munin, og vann eisini við trimum málum. Og í Vági var fyrri hálvleikur av dystinum millum VB og Neistan javnur, men í seinna hálvleiki dróg meistaraliðið frá VB. Seinasti dysturin í sætta umfarið verður í annaðkvøld, tá StÍF, sum er triðja oddaliðið, og GÍ, sum er triðja botnliðið, spæla næsta innanhýsis- og grannadystin í ár. Fyrra dystin vann StÍF, og verður tað aftur úrslitið hesaferð, er júst líka javnt í oddi og botni, sum tað var undan hesum umfarinum. Búgvi Poulsen tapti fyrsta dystin Judo: Búgvi Poulsen var við í judokapping í Svøríki í vikuskiftinum, men tað gekk ikki væl Sofus Johannesen Tað gekk ikki eftir vild hjá Búgva Poulsen, sum um vikuskiftið luttók í Swedish Open judokappingini. Búgvi tapti fyrsta dystin, og tað vildi so til, at hann fekk ongan møguleika afturat, so hann endaði í skeiva endanum, tá kappingin var liðug. 11 lond Hetta var annars ein rættiliga stór kapping. Ikki færri enn 11 lond luttóku, og tey vóru: Ísrael, Týskland, Pólland, Bretland, Svøríki, Noreg, Føroyar, Norðurírland, Holland, Danmark og Finnland. Í vektbólkinum hjá Búgva, -78 kg., vóru ikki færri enn 30 luttakarar. Búgvi kom í sínum fyrsta dysti ímóti Peder Anderson úr Svøríki. Hesin dysturin gjørdist ikki gamal. Tað var longu tá dysturin var eini 20 sekund gamal, at báðir royndu at fara í álop. Peder Anderson roynir seg við einum kasti, ið verður nevnt Harai Goshi, og tá Búgvi skuldi flyta fótin fyri at koma út úr kastinum, visti hann ikki av fyrr enn hann brestur í gólvið, og Peder Anderson fær Ippon, t.v.s. fult stigatal fyri kastið, og harvið vann hann dystin. Eftir skipanini, ið hendan kappingin varð fyrireikað eftir, kravdist at Peder Anderson kom í finaluna fyri at teir, ið høvdu tapt ímóti honum skuldu fáa møguleikan at royna seg aftur. Men so langt kom hann ikki, Peder Anderson tapti 1/4 finaluna og endaði á 3. plássi samanlagt. Soleiðis kann tað ganga - Tað var ikki pengarnar vert at senda meg til hesa kappingina, heldur Búgvi Poulsen skemtandi fyri. -Men soleiðis kann ganga, við hvørt gongur væl, og aðrar tíðir ber onki til, og tað mega vit bert liva við. - Annars haldi eg at kappingin var góð, hetta var ein sera stór og sterk kapping, men tíverri var hetta ikki mín dagur, leggur Búgvi afturat. Ein hollendari vann kappingina í -78 kg., Lars Maagaard úr Danmark gjørdist nr. 2 og Peder Anderson úr Svøríki gjørdist nr. 3. Jan Dam fingið tilboð úr Ísrael Fótbóltur: Jan Dam hevur fingið tilboð frá ísraelskum 1. deildarfelag um at spæla við teimum fram til 1.mai Føroyski landsliðsspælarin Jan Dam er á veg til ísraelskan fótbólt. Eitt 1. deildarfelag í Tel Aviv hevur vent sær til føroyska landsliðsmannin fyri at fáa hann at spæla við teimum næstu mánaðirnar. Talan er um eina leiguavtalu, har Jan Dam skal binda seg til ísraelska felagið fram til 1. mai í komandi ári. Orsøkin til, at ísraelsmenn hava vent sær til Jan Dam er, at vanligi sweparin hjá teimum hevur fingið skaða, og teir vilja tí hava HB'aran at loysa av á sweeparaplássinum til skaddi spælarin kemur fyri seg aftur. Ísraelsmenn hava fingið eyga á Jan Dam gjøgnum føroyska landsliðið, har júst Jan hevur verið millum mest støðugu spælararnar gjøgnum langar tíðir. Jan Dam spældi farna ár í barndómsfelagnum HB, og ætlar sær eisini at halda fram har komandi kappingarár. Men kemur avtala í lag við ísraelska felagið, verður tað ikki fyrrenn 1. mai, at HB fær gleði av Jan Dam. Men tá verður tað so eisini ein spælari í toppform, sum kemur heim úr Ísrael. Í løtuni er samband millum Jan Dam og ísraelska felagið, og føroyski spælarin er hugaður at taka av avbjóðingini í miðeystri. Ein trupulleiki er, at Jan Dam hevur tikið ein stift, sum hann hevur havt sitandi í beinum, úr, og tí hevur hann ikki hildið seg í gongd við fótbóltsspælið farnu tíðina. Men eftir tí, sum vit hava skilt, skuldi hetta ikki forða fyri eini avtalu við ísraelska felagið. Um nakað spyrst burtur úr samráðingunum fæst at vita um nakrar dagar. Føroyskir svimjarar eru betri enn teir halda Svimjing: - Framyvir fara vit at krevja meiri av føroyskum svimjararum. Teir skulu gera meiri við kravtíðirnar og teir skulu hava størri avbjóðingar, sigur nýggi landsliðsvenjarin í svimjing, David Kravl David Kravl er nýggi landsliðsvenjari í svimjing Fyri knøppum fjúrtan døgum síðani setti Svimjisamband Føroya nýggjan landsliðsvenjara at taka við eftir René Thomsen, sum hevur havt starvið seinastu árini. Valið fall á nýggja venjaran hjá Havnar Svimjifelag, David Kravl, og júst sum undanmaðurin, René Thomsen, skal hann nú venja bæði svimjarar í størsta svimjifelagnum í landinum umframt landsliðssvimjararnar. - Eg søkti landsliðsstarvið, tá Svimjisambandið lýsti eftir venjara, og nú er tað so komið uppá pláss, at eg havi fingið starviði, sigur 25-ára gamli danin, tá vit hitta hann á skrivstovuni hjá Havnar Svimjifelag í svimjihøllini í Havn í døgurðatímanum ein gráan gerandisdag. - Eg kom til Føroya fyri at venja Havnar Svimjifelag, men at eg nú eisini skal venja landsliðið, ger tað bara eina tonn meiri spennandi. Eg ætli mær at taka bæði størvini í fullum álvara, og eg ætli mær als ikki at gloyma felagið, fyri tað um eg havi fingið eina stóra avbjóðing sum landsliðsvenjari. Tikið venjaraprógv Hvussu kom tað í lag, at tú komst til Føroya? - Havnar Svimjifelag leitaði eftir einum venjara at taka við eftir René Thomsen, og teir settu seg í samband við Dag Stormark, sum so víst teimum til mín. Dag Stormark og eg kennast, og hann helt, at eg var førur fyri at taka uppgávuna í Havnar Svimjifelag á meg. David Kravl og Havnar Svimjifelag komu ásamt um samstarv fyri kappingarárið 1997/98, og 1. september byrjaði danin í nýggja starvi sínum. David Kravl, sum er ættaður úr Fredericia, hevur sjálvur svomið nógv, hann hevur íðka triathlon, og hann hevur verið venjari í meira enn trý ár í Danmark. Fyrr í ár tók hann prógv á Ålborg Trænerskole, og tað er ikki minst eftir hesa útbúgving, at hann nú er til reiðar at taka við landsliðsvenjarastarinum í Føroyum. Skulu flyta mørk Hvat er títt fyrsta inntrykk av føroysku svimjarunum? - Generelt vil seg siga, at føroyskir svimjarar eru betri enn teir halda seg vera, og avmarkingarnar hjá teimum eru meiri sálarliga enn kropsliga. Teir fáa góða og fjølbroytta venjing, og eru líka væl fyri sum svimjarar nógva aðrastaðni. Men teir undirmeta seg sjálvar, og tað er nakað, sum teir helst skulu venjast av við. Hvussu er støðið samanborið við aðrastaðni? - Teir yngru svimjararnir, teir frá árgangi 1984 og yngru, eru sera væl fyri og eru á einum høgum støði, meðan teir eldru svimjararnir eru á einum miðal støði sammett við svimjarar aðrastaðni. Hvørji mál hevur tú sett tær nú tú ert vorðin landsliðsvenjari? - Støðið hjá øllum svimjarunum skal hækkast, teir skulu flyta mørk. Og tað skal millum annað gerast við at krevja meiri av svimjarunum. Vit fara at gera meiri við kravtíðirnar, tí tað skal ikki vera lætt at koma á landsliðið. Hetta fer at gera tað truplari hjá svimjarunum, men eg ivist onga løtu í, at teir kunnu klára tað. Teir hava ein góðan hugburð til venjing, og sjálvt um vit fara at hækka krøvini, eru teir førir fyri at vera við. - Tað er eisini sera týdningarmikið at finna føroysku svimjarunum nýggjar avbjóðingar, tí bara at luttaka í FM er ikki nóg mikið hjá teimum bestu. Vit skulu halda uppá svimjararnar, sum eru farnir um tey 20, tí teir kunnu mennast nógv afturat. Og einasti mátin at gera tað, er við at geva teimum nýggjar avbjóðingar, sum til dømis í altjóða kappingum, NM og kanska eisini World Cup. Kunnu vera við Men kunnu vit yvirhøvur vera við í slíkum luttakarum? - Ja, tað kunnu vit. Føroyskir svimjarar betri enn teir sjálvir halda, teir venja líka nógv, sum svimjarar aðrastaðni, og so er Kristian Martin Joensen gott dømi um, at tað veruliga ber til at vera við. Kristian Martin vinnur ikki heiðursmerki í altjóða kappingum - enn - men hann verður ikki svomin afturúr. - Og tað er avgjørt ein treyt fyri at vit kunnu luttaka. Tað kostar nógvar pengar at fara til altjóða kappingar, og tí avmarkar tað seg eitt sindur sjálvt. Men velja vit so at fara, er tað ein treyt, at vit eisini kunna verða við, og ikki fullkomiliga detta niðurímillum. Hvussu eru vónirnar at endurvinna okkurt gullmerki á Oyggjaleikunum næstu ferð? - Tað er sjálvandi nakað, sum vit fara at arbeiða miðvíst fram ímóti, og eg meti tað avgjørt vera sannlíkt, at føroyskir svimjarar aftur koma millum gullvinnararnar. Halda teir svimjarar fram, sum eru aktivir í løtuni, samstundis sum aðrir svimjarar, sum eru á veg fram, halda fram við at menna seg, kunnu vit avgjørt vinna okkurt gullmerki á Oyggjaleikunum næstu ferð. Somu svimjarar á landsliðnum David Kravl fer um eina fjúrtan dagar at taka út A-landsliðið, sum skal byrja sína miðvísu venjing fram móti kappingum uttanlands og líknandi avbjóðingum. Ætlanin er at fara undir venjingina á A-landsliðnum frá 1. január. Er tað ein fyrimunur fyri teg, at tú venur nógvar av teimum somu svimjarunum í Havnar Svimjifelag, sum tú fert at venja á landsliðnum? - Tað eru bæði fyrimunir og vansar við tí. Teir svimjarar, sum eg venji í Havnar Svimjifelag, komi eg ivaleyst at kenna betur enn hinar svimjararnar, og tí veri eg helst betur førur fyri at ráðgeva teimum, tá vit eru til altjóða kapping. Eg venji saman við teimum hvønn dag, og kenni tí neyvt teirra veikleikar og styrki. - Men ein vansi er, at tað hierakiið, sum er í Havnar Svimjifelag, verður ført beinleiðis yvir á landsliðið, og tí verður eingin munur á at svimja í Havnar Svimjifelag og á landsliðnum. Og tað skal helst ikki henda, tí tað skal verða munur á felagnum og á landsliðnum. Men hatta er nakað, sum eg hugsi um, og sum eg ætli mær at arbeiða við. Hvussu hevur tú dámt hesa fyrstu tíðina í Føroyum? - Mær dámar væl her. Eg eri væl móttikin, og fólk eru bæði blíð og positiv. Tað er sjálvandi nakað av muni millum Føroyar og Danmark á tí ítróttarliga økinum, men annars er tað ikki so stórur munur. So eg eri glaður fyri at vera her, og eg vóni at vit fara at fáa nógv burtur úr samstarvinum. Jóannes Hansen Kaos um føroyskur fótbóltur missur sáttmálaspurningin á gólvið Fótbóltur: Torleif Sigurðson er væl nøgdur við fundin leygardagin, men hann skilir ikki, hví tað eru feløg, sum ikki ynskja at vera við til at stinga út í kortið, hvussu føroyskur fótbóltspolitikkurin skal vera í framtíðini -Vit høvdu ein ógvuliga gevandi fund. Vit løgdu fyri klokkan tíggju, og burtursæð frá hálvum tíma døgurðasteðgi hildu vit á til klokkan fýra seinnapartin. Hýrurin var góður, og uppleggini, samrøðurnar og niðurstøðurnar vóru av sovornum slagi, at hetta er gott grundarlag at fyrireika aðalfundin hjá FSF, sum verður síðst í januar, uppá. Hetta segði Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, eftir at fótbóltsfeløgini leygardagin hittust í høvuðsstaðnum at eftirmeta farna kappingarárið og at tosa um framtíðina. Týdningarmiklasti spurningurin Tað er eingin loyna, at spurningurin um pengar og sáttmálar ímillum feløgini og spælararnar er vorðin brandaktuellur. Í fleiri ár hevur tað verið soleiðis, at nøkur feløg hava verið før fyri at bjóða spælarum fyrimunir av ymsum slagi, um teir valdu at spæla fyri teirra felag. Og nú eru fleiri mánaðir síðani, at vit skrivaðu, at telvingin um FM heitið í 1998 var langt síðani byrjað, og harvið sipaðu vit til, at feløgini gera nógv fyri at styrkja um fólkagrundarlagið. Sáttmálarnir vóru høvuðsmálið á fundinum leygardagin, og Torleif Sigurðsson heldur, at hesin spurningurin er ein hin týdningarmiklasti, sum feløgini og FSF hava havt á borðinum tey meiri enn fimtan árini, hann hevur sitið við róðrið í FSF. - Tí skilji eg ikki, at onkur av feløgunum ikki vóru umboðað á fundinum, og at onnur feløg ikki vóru umboðað av teimum, sum sita í felagsleiðslunum. Hesir áttu at verið áhugaðir í at mynda framtíðina hjá føroyskum fótbólti, men vit mugu bara staðfesta, at teir vóru ikki har, sum framtíðin varð umrødd, staðfestir FSF formaðurin. Hann sipar m.a. til, at TB ikki var umboðað á fundinum, og at hægstu ábyrgdarpersónarnir í báðum teimum stóru havnarfeløgunum vóru ikki á fundinum. Nógv at taka støðu til Viðgerðin av sáttmálaspurninginum vísti, at tað eru nógv viðurskifti, sum skulu fáast uppá pláss. Í fyrstu atløgu ræður um at fáa málið lýst frá so nógvum síðum, sum tað ber til, áðrenn endaligu orðingarnar verða gjørdar. Feløgini vilja hava viðurskiftini uppá pláss sum skjótast, og FSF formaðurin heldur, at tað fer at bera til at fáa eitt uppskot greitt til aðalfundin, sum verður síðst í januar. - Menningin gongur so skjótt, at tað er neyðugt at fáa hesi viðurskiftini skipað. Vit arbeiða víðari við spurninginum, og tað kann gott vera, at tað hevði verið skilagott, um vit í FSF bjóðaðu formonnunum í feløgunum til ein fund bara at viðgera henda spurningin, áðrenn spurningurin verður lagdur fyri aðalfundin, sigur FSF formaðurin. Innihaldið Millum mongu spurningarnar, sum støða skal takast til í sambandi við sáttmálarnar eru, um allir spælararnir skulu hava sáttmála, hvussu spælararnir skulu bindast, og nær teir eru leysir av sáttmálunum, og hvussu fíggjarligu viðurskiftini skulu vera ímillum tvey feløg, um ein spælari verður seldur víðari til eitt útlendskt felag stutt eftir, at hann er fluttur úr einum føroyskum felag og í eitt annað. - Um sáttmálarnir skulu hava nakað virði, so skulu teir góðkennast av Fótbóltssambandinum, og skulu vit góðkenna sáttmálarnar, so mugu vit sjálvsagt vita, hvat tað er, sum vit siga er í lagi. Ein spurningur er, um FSF skal vita, hvørjar upphæddirnar eru í sáttmálunum, og um aðrir ágóðar enn løn eru knýttir at sáttmálunum. Her verður t.d. hugsað um íbúðir, bilar og ferðaútreiðslur. Okkara fatan er, at feløgini eru áhugaði í einari generellari avtalu, og at tað ikki verður ov nógv upplýst um einstakar lutir í sáttmálunum, men sum alt annað, so er hetta ikki liðugt viðgjørt, sigur Torleif Sigurðsson. Rættindini Fyri nøkrum vikum síðani boðaði nevndin í HB frá, at teir hava gjørt av at leggja uppskot fyri aðalfundin hjá felagnum, sum verður í komandi viku, um at leggja raksturin av besta liðnum í eitt partafelag. - Hetta er eitt stórt stig, og sjálvsagt er FSF áhugað í, at viðurskiftini í hesum sambandi eru púra greið. Tað má vera púra greitt, hvør tann juridiski persónurin er, sum eigur rættin til plássið í bestu deildini. Um eitt felag fer av knóranum, so er eingin ivi um, at tað missir rættin til plássið í bestu deildini og skal byrja um aftur í 4. deild, vísir Torleif Sigurðsson á. Broyttur hugburður Tað hevur verið víst á, at FSF og Torleif Sigurðsson hava ligið omaná sáttmálaspurninginum seinastu fimm árini, men FSF formaðurin hevur eina frágreiðing at verja seg við: - Vit í FSF hava staðfest, at feløgini hava skift hugburð hesum viðvíkjandi. Vit tóku spurningin fram fyri nøkrum árum síðani, men tá var tað heilt týðuligt, at feløgini vóru ikki áhugað í, at vit blandaðu okkum uppí viðurskiftini ímilum tey og spælararnar. Eg plaga at sitera mín góða vin, Haldgrím Gregersen, formann í GÍ, fyri at siga, at tað sum gongur fyri seg innanfyri bøgarðarnar í Gøtu, tað skal FSF halda fingrarnar langt burtur frá. Feløgini hava ikki henda hugburðin longur, og tað hava vit tikið til eftirtektar. Italiumenn vilja hava Toda Jónsson Fótbóltur: Italskt ítróttardagblað vil vera við, at 1. deildarfelagið Bari er áhugað í at keypa Toda Jónsson frá FCK Sambært italskum ítróttardagblaði er møguleiki fyri, at føroyski álopsspælarin Todi Jónsson fer at spæla við italska 1. deildarfelagnum Bari. Corriere Dello Sport vil vera við, at italska felagið hevur fingið eyga á føroyska álopsspælaran, og er áhugað í at keypa hann frá FCK. Í leygardagsútgávuni hava teir sett føroyska landsliðsspælaran á forsíðuna undir yvirskriftini: Danski Mancini kemur til Bari, og her verður sipað til Toda Jónsson. Tað er eingin loyna, at italsku bløðini ofta spenna tíðindbogan høgt, men tað slepst heldur ikki undan, at navnið hjá Toda Jónssyni nú er farið at runga í italsku fjølmiðlunum eisini. Um tað so eru avrikini á landsliðnum, sum hava fingið italiumenn varugar við Toda Jónsson, ella tað er hansara spæl fyri FCK, kunnu vit bara gita um. Vit royndu í gjár at fáa fatur á høvuðspersóninum sjálvum, Toda Jónssyni, men hann var á veg til Lanzarote, har hann og liðfelagarnir í FCK fara at halda frí í nakrar dagar. Tað bar heldur ikki til, at fáa fatur á ítróttarstjóranum í FCK, Poul Erik Petersen, fyri at vita, um felagið kennir nakað til søgurnar í italsku fjølmiðlunum. Todi Jónsson er í løtuni sáttmálabundin í FCK, men tað er vanligt, at tey ríku feløgini í Europa gjarna vilja brúka nógvar pengar, fyri at keypa spælarar leysar av sáttmálum, og er nakað um søguna í Corriere Dello Sport, er Bari, sum spælir í fremstu italsku deildini, til reiðar at gjalda nógvar milliónir fyri at fáa hendur á føroyska álopsspælaranum. Vágatunnilin Fast samband um Vestmannasund. Undirritaði er neyvan serkønur á hesum øki, men hóast ikki at hava fingið stempul hjá hægri læristovni, loyvi eg mær at koma við hesum reglum. Hesar reglur eru ikki skrivaðar sum atfinning. Undirritaði og neyvan nakar her á landi misunnir Vágoynni fast samband, langt ífrá tí! At menn í álvara framføra at vágafólk, sum tey einastu í Føroyum skulu betala bummpengar, er at øtast yvir. Sjálvandi skulu vágafólk hava somu sømdir sum allir aðrar føroyingar, teir gjalda mær vitandi eins væl skatt sum restin av borgarunum her á landi. At menn, ið vit skuldu mett fulbornir til vit, standa fram og framføra, at vágatunnilin skal kunna gerast fyri ca. 200 mill. er tokutala. 200 mill. er ikki meir enn kostnaðurin fyri tveir rækjubátar. Føroya fólk hevur í hesum sambandi krav uppá at vita, hvat hevur kostnaðurin verið at gjørt sumbiartunnilin, og hví er hann ikki fullførdur so hann kann nýtast. Sumbiartunnilin er sera stuttur samanborin við Vágatunnilin, og sum øllum kunnugt, skal liggja undir havbotninum. Fáa vit mest framkomnu amboð ið finnast, er neyvan tann stóri trupulleikin at gera byrging um Vestmannasund, við rúmligari siglingarrennu Streymoyarmegin. Við byrging eru so nógvir fyrimunir samanborið við tunnil. 1. Fyrimyndarlig havnaløg báðu megin 2. Vágafólk fáa fast samband 3. Er byrging gjøgnum sundið hevur Vágoyggin fyrimyndarligt øki at bjóða oljuvinnuni, og ikki at forgloyma flogvøllin við síðuna av oljuvinnuni. Í samband við undirsjóartunnil eru nógvir ivaspurningar, so nógvir, at ilt er at meta um úrslitið, og orsøk er at óttast fyri, at Føroya fólk kemur í óføri. Verður undirsjóvartunnil gjørdur, verður hann møguliga steinur oman á byrðu hjá tjóðini. Mín tilráðing skal tí vera, at miðvíst arbeiði fer í gongd at fáa byrging um sundið. Tað er neyvan ivi um, at byrging um sundið tænir føroya fólki og komandi ættarliðum best. Undirritaði vil meta at byrging er so skilagóð loysn í allar mátar, at allarhelst vilja oljufeløg møguliga fleiri siga sum so, sjálvandi fíggja vit 100%, tí við byrging fáa tey bæði í posa og sekk okkum til sóma. Tórshavn 22.11.97. Jákup A. Mohr Tá ið á stóð blivu føroyingar lumpaðir Tað var ikki Den Danske Bank, sum tók stig til at sleppa burturúr Føroya Banka. Tað var ein politisk ætlan. Avleiðingin var, at føroyski skattgjaldarin mátti spýta 1,3 millard í bankan. - At ein væl umhugsað avgerð verður tikin um at smyrja eina skuld 2,7 milliardir uppá 43.000 fólk, er so óhoyrt, at tað hevur ikki sín líka í nýmótans, vesturlendskari søgu, sigur Høgni Hoydal, h.m. Í kvøld, og í tveimum sendingum afturat, fara hann, og R ­ Tað, sum er hent ímillum Danmark og Føroyar seinastu árini, vísir okkum so klárt sum nakað, at tá ið áhugamálini í ríkinum, koma at ganga ímóti hvørjum øðrum, er ríkisfelagsskapurin bara eitt eiti. Tá verða avgerðirnar ikki tiknar útfrá søguligum fortreytum, men eina og aleina útfrá fíggjarligum fyrimunum fyri danir. Í kvøld fer Sjónvarp Føroya undir eina ógvuliga avdúkandi sendirøð um viðurskiftini ímillum Danmark og Føroyar hesi seinastu árini og um donsku kreppuloysnirnar, sum vórðu settar í verk her á landi Hetta er eitt tað mest dramatiska tíðarskeiðið í Føroya søgu og í søguni hjá ríkisfelagsskapinum. Men hetta er eisini størsta, og mest gjøgnumarbeidda tiltakið hjá einum føroyskum fjølmiðli. Í sløk trý ár hevur sjónvarpið útvegað sær skjøl úr ymsum ráðharrastovum í Danmark um tað, sum er hent ímillum Danmark og Føroyar hesi seinastu árini. Ikki minst er nógv tilfar savnað saman um tað tiltikna bankamálið. Tilsamans eru savnað upp í 18 ringbind av skjølum, sum síðani eru lisin og granskað. Burturúr teimum eru blivnar tríggjar sendingar um viðurskiftini ímillum Danmark og Føroyar seinastu árini Tann Fyrsta verður send í kvøld, tann næsta komandi týskvøld, og tann triðja er ikki sett á skránna enn. Tann fyrsta sendingin eru um tíðina frá 1990-1992. Onnur sendingin er frá 1992 til partabrævabýtið í mars 1993. Og triðja sendingin er um tíðina til 1994 tá ið roynt verður at leggja lok á málið. ­ Eftir ætlan skuldi bara verða tvær sendingar. Men tað vísti seg, at tann seinna bleiv so drúgv, og harafturat kom ymiskt nýtt undan kavi, at vit máttu gera eina afturat Ein av teimum, sum hava gjørt sendingina, Høgni Hoydal, sigur, at í sendingunum kemur nógv fram, sum ikki hevur verið frammi áður. ­ Men alt, sum verður ført fram í sendingunum, kann skjalprógvast, leggur hann afturat. Hann sigur, at hann kann ikki avdúka so nógv frammanundan. ­ Men t.d. avdúka vit í sendingunum, at tað var ikki Den Danske Bank, sum fann uppá, og tók stig til, at sleppa av við føroyska dóttirbankan, Føroya Banka. ­ Tað var formaðurin í Fíggingargrunninum, Richard Mikkelsen sum bað Den Danske bank sleppa sær av við Føroya Banka. Avleiðingin var ein rokning til føroyska skattgjaldaran uppá 1,2 milliard... Høgni Hoydal sigur eisini, at teir eru komnir eftir, at tað er ikki rætt, sum vit altíð hava heft okkum við, at tað er svarti oktober, og heystið 1992, sum er tað mest dramatiska tíðarskeiðið í hesum talvinum ímillum báðar partarnar í ríkisfelagsskapinum. ­ Í veruleikanum var heystið 1993 nógv meiri avgerandi, tí tá var rætt og slætt fjáltur á dønum at fjala útyvir ymiskt grovt, sum var hent frammundan. Tað var á heystið 1993, at støðan var mest spent. Gekk væl - í fyrstuni Høgni Hoydal sigur, at tað er ymiskt, hvussu tað hevur gingið at fáa tilfarið til vega. Hann sigur, at tað er sera umfatandi arbeiði at fáa fatur á skjølunum. ­ Vit kendur jú ikki málið frammanundan, so vit máttu biðja um ivaleyst. ­ So vit bóðu allar ráðharrastovurnar um ein lista yvir øll skjøl viðvíkjandi Føroyum heilt aftur til sjeytiárini. ­ Tað dámdi teimum illa, tí tað legði nógv arbeiði á teir. Og av røttum skalt tú vera nágreiniligari enn so, tá ið tú biðjr um skjøl. ­ Men listan fingu vit. ­ Síðani settu vit kross við tey skjølini, vit vildu hava ­ Í fyrstuni gekk tað heilt væl at fáa skjølini. Ikki minst frá forsætismálaráðnum, sum var nokk so opið og vælviljað í fyrstuni ­ Tað gekk eisini hampiliga væl í ídnaðarmálaráðnum fyrstu tíðina. Men í fíggjarmálaráðnum merktu vit ordiliga mótstøðu. ­ Eg haldi, at orsøkin til, at tær ymsu ráðaharrastovurnar fóru at halda aftur, hevði samband við, at avdúkingarnar byrjaðu at koma í Jyllandspostinum og í sjónvarpinum. Høgni Hoydal sigur, at tað er avgjørt hansara fatan, at tær ymsu ráðharrastovurnar fóru at nokta teimum skjøl í eini roynd at forða fyri, at upplýsingar komu fram. ­ Vit hava verið noyddir at klaga og tann vegin hava vit fingið nøkur skjøl afturat. Hann heldur, at serliga avdúkandi er viðferðin teir hava fingið í danska orkumálaráðnum. ­ Í fyrstuni var einki í vegin fyri at fáa skjølini. Ein fulltrúi, vit tosaðu við, spurdu, hvussu, vit vildu hava tey. Um vit vildu hava tey í pakkaposti, ella, um vit vildu hava tey um ríkisumboðið. ­ Men vælvildin vardi ikki leingi. Tí tveir dagar seinnni ringdi ein skrivstovustjóri og boðaðu frá, at vit fingu ongi skjøl. Høgni Hoydal heldur, at hetta er stórt spell ­ Skjølini, sum orkumálaráðið hevur um Føroyar, eru rættiliga áhugaverd, tí nógv av teimum eru um undirgrundina. Men allar súðir eru ikki syftar enn, tí sjónvarpið hevur klagað orkumálaráðið fyri fólkatingsins umboðsmanni, men málið er ikki avgjørt enn. Hann sigur, at grundgevingarnar fyri at nokta teimum skjølini, eru rættiliga ullintar og orkumálaráðið broytir eisini frágreiðing í heilum. ­ Viðhvørt kunnu góðar orsøkir vera til at nokta fyri at útflýggja ymisk skjøl. Og høvdu vit fingið at vita frá orkumálaráðnum, at talan var um stats-loyndarmál, sum ikki kundu almannakunngerast, tí tað kundi komið oljufeløgum tvørt fyri, hevði verið ringt at mótmælt tí. ­ Men ístaðin brúkar orkumálaráðið høpisleysar grundgevingar, sum t.d. at lógin um alment innlit í Føroyum kom ikki í gildi fyrrenn í 1994..... Hetta hevur sjálvandi onki við málið at gera, tí teir umsótu málið heilt til 1992. Føroyskir politikarar drignir uppá tráð Sjónvarpið hevur gjørt nokk so nógv burturúr bankabjarginini í tíðindasendingunum. Høgni Hoydal sigur, at hesar sendingarnar eru ein roynd at seta tað, sum veruliga er farið fram, saman í eina heild. ­ Hetta er ein roynd at geva fólkið fortreytir fyri at skilja og tulka bankakanningini og at fáa samanhang í allar teir spjaddu upplýsingarnar, sum eru komnir fram. ­ Vit hava ikki gjørt eitt líka umfatandi arbeiði, sum bankakanningarnevndin. Men í sendingunum leggja vit fram, hvørja niðurstøðu vit halda, hon eigur at koma til. Tað hevur verið nógv sagt og gita um, hvat føroyskir politikarar og føroysk embætisfólk vitstu, ella ikki vitstu? Ja, eg skal ikki avdúkað, hvat tey vitstu og ikki vitstu. Men tað er eisini neyðugt at spyrja, hvørjar møguleikar okkara politikarar og embætisfólk høvdu at seta tað, tey vitstu, í eina heildarmynd og sostatt skilja teir ymsu upplýsingarnar. Høgni Hoydal sigur, at eisini hesin spurningurin verður viðgjørdur í sendingunum: Hvat vitstu føroyingar, nær fingu teir tað at vita, og hvørjar møguleikar høvdu teir at velja í. Hava føroyskur politikarar grund til at føla seg drignar uppá tráð, ella at føla seg vónbrotnar av ríkisfelagsskapinum? ­ Ja, eg haldi, at niðurstøðan má vera, at tað hava teir. Tit hava óivað ofta hoyrt, at tað nyttar einki at liggja og grópa í tí, sum farið er. Nú skulu føroyingar lata fortíðina liggja og líta framyvir. ­ Ja, men, mínar grundevingar fyri at gera hesar sendingarnar eru akkurát tær somu. Skulu vit kunna líta framyvir, er tað heilt neyðugt at fáa eina mynd av tí, sum er farið fram. Tí fáa vit ikki eina rætta mynd av tí, sum er hent, fer bankabjargingin, og alt, sum annars hendi hesi árini, at liggja sum ein stórur knútur í maganum á føroyskum politikki í nógv ár framyvir, ein knútur, vit altíð fara at venda aftur til, og sum vit ikki fáa rivið okkum leysan frá, akkurát sum fólkaatkvøðan í 1946. Hava bara hugsað um pengar Høgni Hoydal sigur,at hendan sendingin vísir púra greitt, at tá ið áhugamál hjá tveimum pørtum í ríkinum ganga ímóti hvørjum øðrum, verður einans hugsað um donsk, peningalig áhugamál. ­ Avgerðir verða ikki tiknar útfrá søguligum fortreytum, men útfrá donskum, peningaligum fortreytum. >góðu<< tilboðini til veljaran sakni eg íløgur í almannaverkið og heilsuverkið. Eg hugsi t.d. um íløgur í umlættingarheim fyri eldri og brekað. Um íløgur í eldraíbúðir og sambýlir fyri bæði eldri og brekað. Og á heilsuøkinum er eisini stórur tørvur á íløgum. Serliga í sjúkrahúsverkinum. Men eisini í heilsutænastuni annars. Er tað veruliga soleiðis, at vit hava lyndi til at gloyma tey veiku, og tey eldru, sum bygdu hetta land? Tunnilsfepurin er sera høgur í løtuni, og alt bendir á, at tær politisku umfarssjúkurnar, sum vanliga fara at ganga uppundir hvørt einasta val, verða sera herviligar til løgtingsvalið, sum nú stendur fyri framman. Eiga vit ikki at sláa kalt vatn í blóðið, og síggja nakrar veruleikar í eyguni, áðrenn vit fara at tosa um risastórar almennar íløgur? Tann fyrsti veruleikin er at landskassin hevur eina skuld uppá umleið 6 milliardir ella 6000 milliónir krónir. Ein annar veruleiki er, at okkara høvuðsvinna - fiskiskipaflotin, sum stendur fyri stórari endurnýgging, kemur at krevja stórar íløgur tey komandi árini. Heldur ikki sleppa vit undan at gera íløgur í fiskivinnuna á landi, soleiðis at vit kunnu tosa um ein framkomnan matvøruídnað í Føroyum, sum verður kappingarførur við aðrar. Og sum eg nevndi frammanfyri, so eiga íløgur til frama fyri tey eldru, tey sjúku og tey brekaðu, og tað vil siga í almannaverkið og heilsuverkið, at raðfestast frammanfyri nógvar aðrar íløgur, sum tola at bíða. Tann 24. nov. 1997 Vilhelm Johannesen Sosialurin í Cyberspace Royndartíðin hjá Internet Sosialinum er nú av, og á samkomu á Sosialinum í dag klokkan 1600 verður almenna útgávan dagførd. Í morgin millum klokkan 16 og 18 verður høvi hjá almenninginum at frætta um Internet Sosialin Sosialurin á Cyberspace Í dag klokkan 1600 verður Internet Sosialurin alment tikin í nýtslu. Í hesum sambandi verður móttøka fyri innbodnum í blaðhúsunum hjá Sosialinum á Argjum klokkan 1600 seinnapartin, og í morgin frá klokkan 16-18 verður høvið hjá almenninginum at støkka inn á gólvið at síggja og hoyra um, hvussu Internet Sosialurin virkar. Samstundis sum Internet Sosialurin verður alment tikin í nýtslu, bjóðar Sosialurin eisini lesarunum nýggjar tænastur á internetinum. Higartil hava allar greinar, lesarabrøv o. a. tilfar úr blaðnum verið lagt á netið. Nakrar lýsingar hava eisini verið í Internet Sosialinum. Men nýggju tænasturnar verða m. a. - Lýsingartorgið - Húsamarknaður - Bilmarknaður - Arbeiðsmarknaður Í Lýsingartorginum verður innihaldið tað sama, sum tað hevur verið í blaðútgávuni, meðan hinir tríggir marknaðirnir eru nýggir. Á húsamarknaðinum ber til hjá húsameklarum, advokatskrivstovum, privatfólki o. ø. at lýsa við sethúsum og bygningum, sum eru til sølu. Saman við lýsingini kann vera mynd av húsinum, og tá lýsingarnar verða lagdar í ein databasa, so ber til at leita eftir húsum í ávísum prísflokki, ella eftir øðrum serligum eyðkennum, ið fólk sjálv velja. Á bilmarknaðinum kunnu bæði bilasølur og privatfólk lýsa sínar nýggju og gomlu bilar til sølu, og her ber eisini til at hava mynd av bilunum, og verða hesar lýsingarnar eisini lagdar í ein dátabása, so til ber at leita eftir prísi, merki ella øðrum. Á arbeiðsmarknaðinum verða tveir tættir. Ein har tú kanst bjóða teg fram. Henda tátt kallar Sosialurin Persónlýsingar. Í hinum táttinum kunnu fyritøkur søkja eftir fólki, og kalla vit tann táttin Starvslýsingar. Undir persónlýsingunum kanst tú ókeypis seta eina umsókn eftir starvi, og tú kans eisini seta tíni persónligu eyðkenni (Curriculum Vitae). Eitt gott høvi hjá fólki, sum eru um at vera liðug við onkra útbúgving. Onnur áhugverd tænasta, sum Internet Sosialurin fer at bjóða, verður ein ávaringarskipan. Við hesi skipan ber til at biða um at fáa ein e-mail, hvørjaferð eitt ávíst orð kemur fyri í Internet Sosialinum. Um eitt nú løgmaður fær sær hesa skipan, so kundi hann fingið ein e-mail, hvørja ferð orðið >>løgmaður<<, ella navn hansara varð nevnt í Internet Sosialinum - saman við e-mailinum fær hann so eitt link sendandi, sum vísir til greinina ella lesarabrævið, har navn hansara varð nevnt. Royndarútgávan av Internet Sosialinum hevur nú verið á internetinum síðani augustmánaði. Tískil er eisini tilfar úr Sosialinum tøkt á databasanum, og ber tískil til at leita í fleiri enn 1.600 greinum úr Sosialinum. Hendan skipan verður sjálvandi útbygd, hvørja ferð ein nýggjur Sosialur kemur á Internetið, og ber tað eisini til at tekna seg sum haldara av hesi skipan. Í dag klokkan 1600 fer landsstýrismaðurin í samskiftismálum, Sámal Petur í Grund, alment at trýsta á knøttin, sum góðkennir mikudagsútgávuna av Internet Sosialinum. Restina av hesum árinum verður tað framvegis ókeypis at halda Internet Sosialin, men frá 1. januar 1998 mást tú gerast haldari fyri at lesa blaðið á Internetinum. Tey, ið tekna seg sum haldarar áðrenn 1. januar fáa haldaragjaldið fyri fyrsta ársfjórðing 1998 fyri hálvan prís, sum er 120 krónur. Landsbankastjórin hevur rætt: Vit misbrúka tilfeingið STJÓRIN í Landsbanka Føroya ger bart í Sosialinum leygardagin, tá hann skuldsetir fiskivinnuna fyri at lata fremmandar fara við stórum parti av tí, vit eiga at fáa fyri fiskavørur okkara SIGURÐ Poulsen ger greitt, at vit umsita ikki okkara fiskatilfeingi nóg væl. Í samrøðuni vísir hann á, at vit bera okkum skeivt at á fleiri mótum. FYRI tað fyrsta løgdu vit aftur alla orku í at tráðroyna toskastovnin so skjótt tað aftur fór at bragda, ístaðin fyri at lurta eftir fiskifrøðingunum. FYRI tað annað selja vit eina hálvlidna vøru til heilsølur at góðska og selja víðari til brúkaran. Landsbankastjórin heldur tí, at fremmandir - virki og sølur - fáa millum 10 og 50 prosent av tí, útlendski brúkarin rinda fyri føroyskan fisk. GREIÐ tala, sum stendur meitlað í grót í andsøgn til tað, sum summir - fiskimenn og politikarar - hava ført fram, at fiskurin má fiskast, tá hann er á grunnunum. Longu nú er toskafiskiskapurin minkaður, og Sigurð Poulsen vísir á, at hvørvur toskafiskiskapurin aftur, fær tað álvarsligar avleiðingar. VIÐMERKINGIN hjá Sigurði Poulsen er eitt greitt varskó til okkara myndugleikar og landsstýri, sum hevur latið staðið til, meðan ein stórur partur av okkara fiski er farin óvirkaður av landinum. Samstundis sum virki hava staðið tóm ella hálvtóm hava hundraðtals flakafólk verið arbeiðsleys og fingið stuðul úr ALS ella umvegis forsorgarhjálpina. VIT halda ikki, at hetta er skilagóður vinnu- og búskaparpolitikkur, men hetta er fríur marknaðarbúskapur, sum flest allir føroyingar hálova. Í 20 ár hevur Sosialurin verið fremsti talsmaður fyri at góðska okkara tilfeingi meira, tí vit halda, at tað kann ikki vera rætt, at týskara, bretar ella danir skulu virka okkara fisk, so hann er klárur at leggja á pannuna, koyra í grýtuna ella í mikrobylgjuovnin. Nógv hava andøvt - m.a. teir fremstu innan vinnu, sølu og fígging - men nú hava vit so fingið ein afturat í okkara part. Og tað fegnast vit og flakafólkini um. Hevði einki brotið Leygardagin seinnapartin hendi eitt ferðsluóhapp beint við Málingahandilin í Havn. Ein maður kom koyrandi á súklu oman eftir Fr. Petersen, tá ein bilur koyri út á vegin, og bilførarin, sum hevði treytaleysa víkiskyldu, ikki hugdi seg fyri. Súkklan og bilurin brustu saman. Maðurin á súkkluni varð í sjúkrabili fluttur á Landsjúkrahúsið. Hann hevð ilt, men einki var brotið. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag, mikudagin og hósdagin: Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, stundum upp í hvassan vind. Skýggjað og stundum regn ella ælingur og hitin millum 8 og 10 stig. Veðrið fríggjadagin: Gull til stívt andøvsgul av landsynningi og regn viðhvørt. Hitin millum 8 og 10 stig. Veðrið leygardagin: Lot til gul av ymsum ættum og okkurt æli. Hitin millum 8 og 10 stig. Í gjár: Lufttrýstið er høgt yvir Skandinaviu og lágt yvir Atlantshavinum. Í dag: Millum hesar miðdeplar rekur lýggj luft framvegis av landsynningi móti Føroyum. Jólahugnakvøld í FK í Eysturoynni Eins og undanfarin ár skipar nevndin fyri FK í Eysturoynni fyri jólahugnakvøldi fyri limunum. Í ár verður jólahugnakvøldið hjá FK hildið í Fuglafirði mikukvøldið í hesi vikuni. Tíð og stað verða lýst í útvarpinum á middegi í morgin. Allir FK limir eru vælkomir. Okkurt gott verður afturvið kaffinum, og væntandi fæst onkur at undirhalda. Mikudagur 26. november 1997 jan muller jan@sosialurin.fo Eitt stig nærri olju - funnið sandstein í berginum Norska oljufelagið Saga letur upp skrivstovu í Havn í janaur og fer at seta fleiri fólk, føroyingar og norðmenn. Ein av fyrstu uppgávunum verður at vitja tey 60 føroysku virkini, sum hava svarað uppá lýsing um at verða góðskumett til eina komandi oljuvinnu. Felagið hevur fingið nógv burtur úr jarðfrøðiligari kanningar í Føroyum í summar. Jan Müller Norska oljufelagið SAGA Petroleum hevur gjørt av at lata upp skrivstovu í Havn beint eftir mánaðarskiftið. Felagið leitar í løtuni eftir hølum í býnum. -Vit fara so at seta fleiri fólk um stutta tíð sigur Terje Hagevang, sum stendur á odda fyri kanningunum á føroyskum øki. Hann váttar eisini, at jarðfrøðiligar kanningar teir hava gjørt í Føroyum í summar, hava givið sera áhugaverd úrslit. -Vit hava funnið øki við sedimentum, sum ikki fyrr hava verið umrødd í Føroyum sigur Bjørn Tørudbakken, sum hevur staðið á odda jarðfrøðiligu kanningunum í Føroyum í summar. Føroyar frammaliga Hjá Saga verður ikki dult, at felagið metir Føroyar sum eitt ómetaliga spennandi øki, sum í mangar mátar líkist tí norska landgrunninum. -Tað er okkara ætlan og vón at vera við í leitingini við Føroyar sum operatørur. Bæði stovnsetan av skrivstovu í Føroyum og so jarðfrøðingu kanningarnar, sum vit gjørdu í Suðuroynni og í Norðoyggjum í summar, eru týðandi lið í fyrireikingunum til ta fyrstu útbjóðingarrunduna sigur Terje Hagevang. Hann vísir á, at fólkini, sum fara at arbeiða á skrivstovuni, verða bæði føroyingar og fólk hjá Saga. Meira enn 60 virki vísa oljuvinnu ans Saga Petroelum heitti herfyri í føroysku bløðunum á føroyskar fyritøkur, sum kundu hugsað sær at verið við í menningini av eini føroyskari oljuvinnu og somuleiðis at verði leverandørar til eitt nú norska oljuvinnu, um at venda sær til Føroya Oljuídnað. Ætlanin er so, at Saga skal senda fólk til Føroya, sum skulu vitja øll virkini, sum eru áhugað í hesum. Virkini fáa tá at vita, hvørjum standi tey eru og og hvørjar íløgur ella broytingar tey eru noydd at gera fyri at kunna vera við sum leverandørur til eina oljuvinnu. Nú freistin at tekna seg er úti hava ikki færri enn 60 føroyskar fyritøkur víst tilboðnum frá Saga ans. -Vit eru sera væl nøgdir fyri ikki at siga ovfarnir av tí stóru luttøkuni sigur Terje Hagevang. Hann vísir á, at uppfylging av hesi verkætlanini verður ein av fyrstu arbeiðsuppgávunum hjá nýggju skrivstovuni hjá felagnum í Føroyum. Væleydnaðar kanningar Fyrr í ár vóru fleiri jarðfrøðingar frá Saga á kanningarferð í Føroyum. Endamálið var at kanna grótsløg uppi í sjálvum berginum. Her hevur tú best møguleika at lesa av fortíðina hjá Føroyum. Í dag finnast so gott sum bara seismisk data um alt tað stóra økið frá umráðinum vestan fyri Hetland til Føroya. Fyri at fáa sum mest burtur úr hesum seismisku upplýsingunum er neyðugt eisni at hava eitt sokallað "kalibreringpunkt" á føroyska landgrunninum inni á landi - okkurt tú kanst samanbera við og halda teg til. -Saman við tí kunnleika vit hava fingið frá økjunum vestan fyri Hetland og boringum bæði í Lopra og Vestmanna kunnu vit við úrslitinum av jarðfrøðiligu kanningunum í summar gera okkum eina fatan av, hvussu landslagið í og kring Føroyar sá út fyri 55-60 mill. árum síðani, og hvar vit skulu leita eftir reservoirsandsteini. Kanningarnar vit hava gjørt vísa, at Føroyar einaferð vóru eitt landaøki við vulkanskum virksemi, áum og skógum við stórum trøum og vøtnum við havinum í ein útsynning. Vit hava m.a. funnið restir eftir eina skóg, sum varð yvirfloymd við lava eftir eitt stórt vulkanútbrot. Við einum hita uppá 1100c hevur lavastreymurin brent øll trøini, soleiðis at vit hava funnið leivdir av sviðnum tyrirótum sigur Bjørn Tørudbakken við Sosialin. Hann var leiðari á ferðini. Í ferðalagnum vóru fimm jarðfrøðingar frá SAGA og tveir heimskendir klintrarar, sum tóku royndir í berginum í Suðuroynni og Norðoygjum. Tilsamans fingu tey umleið eitt hálvt tons av gróti og tilfari við sær til Noregs, og tað verður nú alt kannað. Eisini føroyski jarðfrøðingurin, Turid Madsen, sum arbeiðir hjá Saga, hevur verið við í hesum arbeiðinum og hevur gjørt eitt gott arbeiði sigur norski starvsfelagi hennara. Hvat kunnu vit so brúka hetta til spurdu vit Terje Hagevang, sum kemur at standa á odda fyri kanningunum, tá Saga fer at bora eftir olju við Føroyar! -Vit hava fingið staðfest at tað eru løg við sandsteini millum sedimentini, og hetta hevur alstóran týdning fyri okkum og ein avgjørd fyritreyt skal tú gera tær vónir um at finna olju her. M.a. hava teir funnið sandstein í Norðoyggjum. -Tað var ein av teimum gomlu kolanámsarbeiðsmonnunum í Hvalba, sum segði okkum, at hann visti um sandstein, og hetta hava vit so fingið staðfest. Tað stuðlar so undir vónir okkara at finna olju á føroyskum øki sigur Terje Hagevang. Upsin aftur á Munkagrunninum Væl av upsa hevur verið at fingið á Munkagrunninum. Vestmannatrolararnir fingu 100.000 pund ein dag Vestmannatrolararnir, Grønanaes og Vestmenningur, fingu 50 tons ein dag á Munkagrunninum. Meginparturin, eini 40 tons, var upsi. Restin var toskur og hýsa. Pauli Poulsen, skipari á Grønanesi, sigur, at líkt er til, at væl av upsa er aftur á grunninum. Hvør orsøkin er, er ilt at meta um, men Pauli Poulsen ivast ikki í, at fiskurin hevur verið sunnan fyri markið og nú eltir ætið norður yvir aftur. Pauli Poulsen sigur, at upsin, teir fingu, var hampuligur til støddar. Meginparturin lá um 55 cm, meðan nakað var oman fyri 70 cm. Hann sigur, at tað er væl av smærri upsa, undirmálarum, at síggja vestanfyri. Tað eru vónir fyri, sigur Pauli Poulsen, at upsin fer at koma aftur. Hann sigur, at umframt at væl av smærri fiski er at síggja, er rættiliga nógv æti í sjónum sunnanfyri. >>Tað var øgilig skrift á Munkagrunninum í myrkrinum,<< sigur hann. Pauli Poulsen ivast ikki í, at upsin, nú hann hevur verið burtur, hevur verið suðuri í Hetlandskantinum. Tað er rættiliga stutt. Haðani, teir royna, á Munkagrunninum, eru bara einir 40 fjórðingar suður at markinum. >>Og tá vit vita, at upsi kann flyta seg eina hálvtannaðhundrað fjórðingar norðureftir, er ikki ringt at ímynda sær, at hann eisini fer suðureftir, tá ætið ferðast tann vegin,<< sigur Pauli Poulsen, skipari á Grønanesi. Pauli Poulsen letur eisini hampuliga væl at prísinum. Hann liggur í løtuni um hálvasættu til seks krónur, sigur hann. Men tað er ikki bara upsin, sum tykist koma fyri seg í hesum døgum. Hýsustovnurin er rættiliga væl fyri, sigur Pauli Poulsen. Hýsan er heldur innari á sjónum, har, sum trolararnir ikki sleppa at royna. Men línubátarnir fáa væl av hýsu. Eisini útróðrarbátarnir hava havt hampuligan fiskiskap, frættist. Grønanes og Vestmenningur vóru inni og landaðu í gjár. Teir noyddust at bróta túrin av, tí kassarnir rósaðu í lastini í sjaskinum, og nakrar stúttur brotnaðu. Tá Sosialurin tosaði við Paula Poulsen í gjár, væntaði hann, at teir sluppu út aftur í gjárkvøldið. Eisini aðrir trolaramenn, Sosialurin tosaði við í gjár, siga, at tað tykist, sum upsin er við at koma aftur á vanligu leiðirnar, har toskurin hevur verið seinastu tíðina. Árni Nicolajsen á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at tað er gleðiligt, at upsin nú vísir seg aftur, men hann kann ikki siga hví, júst hasin árgangurin er á Munkagrunninum nú. At upsi er at fáa á Munkagrunninum nú, kemur ikki so ógvuliga óvart á fiskifrøðingarnar. Árni Nicolajsen sigur, at hetta er tíðin, tá upsin samlast og ger klárt at gýta. Sjálv gýtingin er ikki fyrr enn í februar, men longu nú fer hann at samlast á grunnunum. Vanligt hevur verið, sigur Árni Nicolajsen, at upsin kemur fyrst inn á grunnarnar sunnanfyri, og flytir seg so norðureftir, har hann gýtir. Árni Nicolajsen sigur, at tað er sjálvdan at síggja upsa við rogni sunnan fyri 62°. Men tað er hugaligt, at nøgdin nú knappliga er so stór, sigur hann. At upsi ferðast, hava fiskifrøðingarnir vitað leingi . Ein vanlig ruta er úr norskum, yvir føroyskan og í íslendskan sjógv. Eisini er upsi hiðani fingin aftur vestan fyri bretsku oyggjarnar. Tað hava merkingar víst. Men fiskifrøðingarnir viðganga, at teir vita ikki, hvussu nógv av einum stovni, ella um allur stovnurin, ferðast. Tað, sum kemur aftur av merktum fiski, velst alt um, hvussu stórur merkti árgangurin er, eins og tað hevur nógv at siga, hvussu nógv royndin er, har fiskurin verður tikin aftur. Fiskifrøðingarnir hava ikki somu møguleikar fyri at fylgja við árgangunum av upsa, sum øðrum fiski, vit vanliga veiða undir Føroyum. Yngulkanningar av toski og hýsu verða vanliga gjørdar við troli á grunnunum, men upsayngulin, seiðurin, heldur seg sum kunnugt inni við land, og har hava teir enn ikki gjørt tær stóru uppteljingarnar. Men teir hava yvirlit yvir, hvussu gamal ein upsi við ávísari stødd er. Og út frá fiskiskapinum ber so til at siga, hvørjir árgangirnir eru, sum fiskaðir verða. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Tað verður verkfall um alt landið Hóttanin frá arbeiðarafeløgunum kring alt landið um, at tey fara ikki at góðtaka, at ein bólkur í samfelagnum skattalætta framum ein annan, stendur við. Í gjár var samgongufundur um at geva fiskimonnum skattalætta. ­ Tað er onki broytt. Tað, vit hava sagt, stendur við. Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at arbeiðarafeløgini fara framvegis ikki at góðtaka, ein ávísur bólkur í samfelagnum fær skattalætta framum ein annan. Í fjør hóttu tey báði tingið og landsstýrið við aðalverkfallið um alt landið, fekk ein ávísur bólkur serligar skattasømdir, framum aðrar borgarar. Tey kravdu, at øll vórðu viðfarin líka og fóru ikki at góðtaka, at mannamunur verður gjørdur. Hendan hóttanin frá teimum seks arbeiðarafeløgunum er blivin serliga aktuel, nú samgongan hevur havt politiskan fund um at geva fiskimonnum skattalætta og um at regulera inntøkutrygdina Eftir, hvat skiltist á útvarpinum í gjár, vóru uppskotini mestsum klár at leggja fyri tingið. Tað skiltist eisini, at undirtøka var í samgonguni fyri at geva fiskimonnum skattalætta. Hinvegin var meiri ivasamt um, hvussu vorðið varð við inntøkutrygdini. Men tað skiltist eisini, at uppskotið varð ikki lagt fram uttan at allir samgonguflokkarnir vóru samdir um tað. Fiskimenn skulu hava skattalætta fyri at forða fyri at teir rýma úr Føroyum í onnur lond at fiska av skattaávum Hóttanin stendur við Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at hjá teimum er onki broytt. ­ Tað, vit hava sagt, og skrivað, stendur við, sigur hon. Hon sigur, at hetta hevur onki at gera við fiskimenn. ­ Eg unni saktans fiskimonnum skattalætta. ­ Men tað er grundleggjandi skeivt at taka ein samfelagsbólk burturúr heildini, og viðgera hann øðrvísi enn øll hini. Ingeborg Vinther sigur, at tað eru so nógv onnur, sum eisini høvdu havt brúk fyri skattalætta. ­ Tey láglønarbólk, sum ikki forvinna meiri enn 30.000-40.000 um árið, umframt eitt ískoyti frá ALS, hava minst líka nógv brúk fyri skattalætta sum nakar annar. ­ Men teimum er ikki ætlanin at hjálpa. ­ Tað eru heldur ikki bara fiskimenn, sum eru rýmd av landinum. Tað eru eisini arbeiðsfólk á landi, fiskafólk, handverkarar og nógv onnur, sum eru rýmd undan skattatrýstinum. Hon sigur, at tann sum vil vita, hvussu støðan er í fiskivinnuni á landi, kann fara á eitt flakavirkið at hyggja: Har er bara gamalt og tilkomið fólk, tí ungfólk fáast ikki í fiskaarbeiðið longur. ­ Tað hevði verið líka hóskandi at givið teimum skattalætta sum nøkrum øðrum, heldur Ingeborg Vinther. Ikki so avgjørdur Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag var heitasti talsmaður fyri verkfalshóttanini, táið arbeiðarafeløgini sendu tinginum ávaringarskrivið í fjør. Og hóast hann sigur, at einki er broytt, er hann knapt so avgjørdur nú, sum hann var tá. ­ Lat okkum nú síggja, hvussu gongdin verður. Enn er tað ikki komið so langt. Tað koma eisini onnur sjónarmið fram. ­ Tað sigst , at alt sjófólkið er við at rýma, so onki verður eftir, sigur Karl Johansen. Men hann hann heldur eisini, at tað er skeivt at geva einum bólki skattalætta framum aðrar. ­ Skal skattalætti gevast, skal hann gevast teimum, sum forvinna minst. Annars er ongin meining í, sigur Karl Johansen. Elektroniskur tónleikur á føroyskum Á konsertini hjá Tutl fríggjakvøldið 28. november spælir eisini nýggi bólkurin MAÐUR: GLOTTI, og sama dag verður fløga teirra "sum" útgivin . Tónleikur teirra, ið er forritaður á teldu, kann sigast at vera eitt nýtt íkast tul føroyskan tónleik. Tað er europeiskur dabistónleikur við føroyskum tekstum og 90'ara stílar sum triphop og jungle, ið hava verið høvuðsíblásturin. Tó ber eisini til at hoyra ein feril av synth poppi, ið var frammi fyrst í 80-árunum. Úrslitið er minimalistiskur. melidiøsur og elektroniskur tónleikur. MAÐUR: GLOTTI r ein duo, samansett av 25 ára gamla guiarleikaanum Terji Messell og 27 ára gamla textil-deseignaranum Ova. Teir syngja báðir og hava í felag gjørt tónleikin á fløguni. Eitt úrslit av átta ára samarbeiði. Í sambandi við útgávuna av fløguni, sýndir Ova 13 málningar fram í Fútastovu á Kongabrúnni 1. til 6. desember. Opið verður millum kl. 15 og 19. Ein nýggj tíð er byrjaðí Grønlandi - Tað hevur styrkt medvitið hjá unga grønlendska ættarliðnum, at heimastýrisskipanin varð sett í gildi. Tað hevur m.a. fingið grønlendingar at kenna sítt egna virði, heldur skrivstovustjórin, sum seinastu níggju árini hevur eygleitt menningina í grønlendska samfelagnum Herfyri var Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður í Grønlandi, á almennari vitjan í Føroyum. Við í fylginum vóru embætisfólk í grønlendsku landsumsitingini. Ein teirra var Sólja í Ólavsstovu, úr Havn. Hon er skrivstovustjóri í deildini fyri lógar- og innanríkismál í Grønlandi, umframt at hon er limur í direktiónini. Grønlendska umsitingin er øðrvísi skipað enn okkara. Har arbeiða eini 600 fólk tilsamans. Av teimum eru umleið 20 starvsfólk, bara á lógardeildini. Sólja í Ólavsstovu er útbúgvin løgfrøðingur, og starvaðist eftir lokna útbúgving sum stjórnarskrivari í Føroya Banka í nøkur ár, áðrenn hon í 1988 fór til Grønlands at arbeiða. Hon er gift við Niels Petersen, sum er grønlendingur og tey eiga tvey børn. Familjan býr í Nuuk. Sólja og maðurin hittust í Keypmannahavn, har hon las løgfrøði og hann gekk á filmslistaskúlan. Politikarar og umsitingarlig mál Spurd hvussu arbeiðs- umstøðurnar eru í grønlendsku umsitingini, sigur Sólja, at tær eru góðar. - Grønlendsku politikararnir leggja seg ikki út í umsitingarmál. Teir duga betur enn føroyingar at skilja millum umsiting og politik, sigur Sólja í Ólavsstovu. - Hetta eru eisini viðurskifti, sum Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður, leggur stóran dent á.Hann hevur verið við frá byrjanini í 1979, tá grønlendingar fingu heimastýri. Sólja í Ólavsstovu er einasti føroyingur sum er komin so langt í embætismannaverkinum. Hon sigur sjálv, at tað fyri ein part er hepni, men eisini, at tað snýr seg um at verða á rætta stað til rætta tíð. - Tá eg var útnevnd skrivstovustjóri, ringdi ein føroyskur løgfrøðingur, sum starvast í grønlendska embætismannaverkinum, og ynskti mær tillukku. Hetta var fyrstu ferð ein føroyingur slapp so langt, segði hann. Tað er vanligt at taka danir fram um, tá størv skulu setast, segði hann. Familjan trívist væl í Grønlandi, og sjálv heldur Sólja, at veðurlagið er hugaligari. Kavin liggur allan veturin, og hóast tað er kalt, so slepst undan tí slavna veðrinum, sum vanliga er um veturin í Føroyum.Harnæst er tað heldur ikki so myrkt, av tí at stjórnuklára kavaklædda landslagið gevur eitt ávíst ljós, sum ikki er aðrastaðni. Í Nuuk búgva 14000 fólk, men tað er ikki so langt um at fara sum í Havn. - Sjálvandi er talan um tvær ógvuliga ymiskar mentanir, eins og málið eisini er so nógv øðrvísi enn okkara. Eg skilji ikki grønlendskt, men tað er eingin trupulleiki. Øll tosa danskt. Um arbeiðið, sigur Sólja í Ólavsstovu, at tað er áhugavert og spennandi. Heimastýrislógin er so ung, og tí er arbeiðið ein prosess, sum er í síni byrjan. - Vit hava ómetalga nógv at gera, og eingin dagur líkist. Tað eru ikki stundir til so nógv annað enn arbeiðs- og heimalív, sigur Sólja. Grønlendska samfelagið er í síni byrjan. Tað eru bert 100 ár síðan her búði eitt upprunafólk, sum lívbjargaðu sær sum veiðifólk. Fólkið livdi sum normadur og fóru hagar veiðan var at fáa. Tað merkir, at tey í dag ikki eru so materalistisk ella hugsa longur enn til dagin í dag. Hetta er eitt ógvuliga blítt og fyrikomandi fólk. Orðaskifti um mál og mentan líkist okkara - Tað er tó nógv broytt í Grønlandi, síðan heimastýrið varð sett á stovn. Fólkið er farið at leita eftir sínum samleika ella identiteti. Hóast tey ikki eru tjóðskaparsinnað á sama hátt sum føroyingar, so verður nógv gjørt, fyri at varðveita grønlendskt mál og mentan. - Eitt nú líkist orðaskiftið um málið nógv tí føroyska, men hetta er alt ógvuliga nýliga íkomið. - Fyri ári síðan var ein ópolitisk fólkafylking fyri loysning stovnað, sigur Sólja í Ólavsstovu. Nógvar ábøtur skulu tó gerast, áðrenn grønlendska samfelagið kemur á hædd við t.d. okkara. Eitt nú tosa ikki allir grønlendingar sítt móðurmál. Tað kom av, at danska stjórnin í sekstiárunum kravdi, at allir grønlendingar skuldu tosa danskt. Í skúlunum vóru bert danskir lærarar, og øll undirvísing fór fram á donskum máli. Í teirri tíðini var tað tí "fint^3 at tosa danskt. Tað hevði við sær, at nógv grønlendsk børn als ikki lærdu at tosa grønlendskt. Teir hava verið noyddir at finna seg í nógvum frá danskari síðu, sigur Sólja. Hon heldur, at alt tó fer at síggja øðrvísi út, um eini 20 ár, tá grønlendingar hava fingið fótað sær í egnum landi. Tað var tó ikki uttan trupulleikar fyri upprunafólkið at siðmenningin varð innførd í Grønlandi. Broyttu samfelags viðurskiftini seinastu 18 árini er tó longu sjónlig. Ungir grønlendingar, sum vilja koma sær fram, liva øðrvísi enn teir gomlu gjørdu. - Rúsdrekkasølan er nógv minkað seinastu árini. Tað er ikki so smart longur at smakka sær á, og tað verður ikki uttan víðari góðtikið at fólk bera seg býtt at í fyllskapi. - Grønlendingar eru kortini ikki fordømandi. Øll verða góðtikin, men tað er ikki vælumtókt, so sum grønlendskir politikararnir áður førdu seg fram. - Ein sjálvkensla er íkomin, sum politiskt byggir víðari á tað, sum er, sigur Sólja. Hon eins og onnur, ið komu til Grønlands, vóru ávarað, hvussu vandamikið tað var at ferðast úti á kvøldi í Nuuk, tí býurin var so kriminellur. - Tað er als ikki rætt. Eg kenni meg eins tryggan í Nuuk á kvøldi, sum í Havn, sigur Sólja. Tað eru nógvir trupulleikar, sum vit ikki kenna frá okkara gerandisdegi í Føroyum. Rúsdrekka og hach misnýtslan er stór, og av hesum stendst eisini ein ávísur kriminalitetur, men narkomanar og narkotika er ikki í Grønlandi. Tað verða ikki framd innbrot og tílíkt fyri at stjala pening, men harafturímóti er harðskapur og drápsroyndir - ofta í samband við rúsdrekka - ikki óvanligt. - Tað er eisini veruleiki, at fólk - serliga í Eysturgrønlandi taka lívið av sær. Tað er ofta upprunafólkið, sum hevur livað í einum veiðisamfelag, sum við siðmenningini hava fingið trupulleikar av at fóta sær. Ongin mannamunur Sólja í Ólavsstovu hevur ikki merkt, at tað verður gjørt mannamunur, tí hon er útlendingur í Grønlandi. - Grønlendingar hava stóra virðing fyri føroyingum. Tað er ein fyrimunur hjá mær, men tey, sum ikki kenna meg, kunnu ikki síggja, um eg t.d. eri hálvur grønlendingur. Á gøtuni verður onkuntíð rópt eftir mær, men eg skilji ikki hvat sagt verður, so tað nervar meg ikki, sigur Sólja. Um munin at búgva í Danmark og í Grønlandi, sigur Sólja, at hon ongantíð treivst í danska samfelagnum, men at henni dámar sera væl í Grønlandi. - Hetta samfelagið líkist meira okkara, og eg kundi fyri tað verið í Føroyum, undantikið at tað er keðiligt at familjan býr so langt frá okkum, sigur Sólja og tekur samanum: - Grønland skal gjøgnum somu prosess, viðvíkjandi donsku ávirkanini, sum føroyingar vóru um aldarmótið. - Møguleikarnir eru her í ríkiligt mát. Eitt nú eru nógv kostnaðarmikil ráevni í Grønlandi, eitt nú er prógvað, at her eru gimsteinar og gull funnið, tó at tað higartil ikki er í so stórum mongdum, at tað lønar seg at fáa eina vinnu burturúr. - Menningin gongur við rúkandi ferð. Grønlendingar eru nú meira vitandi um sítt egna virði, og um eini 20 - 30 ár, er fólkið her á hædd við okkum í Føroyum. Arbeiði við meining SIT-næmingarnir, sum teir flestu komu beint úr fólkaskúlanum, sluppu beinanvegin at royna seg á Tekniska Skúlanum í Havn, har teir longu hava gjørt fleiri ymiskar brúkslutir Í august mánaði byrjaði nýggjur árgangur av SIT-næmingum á Tekniska Skúlanum í Havn. Longu nú eru teir slopnir at royna seg við amboðunum, og teir gera veruligar brúkslutir. Í staðin fyri at lata næmingarnar bara gera royndir fyri at læra handverkið, valdi skúlin at lata hesar 30 næmingarnar gera eitt projekt, sum 1o vikur eru settar av til. Hesar 10 vikurnar skulu teir royna seg í tí handverkinum, teir sjálvir hava valt skal vera teirra hetta tíðarskeiðið, snikkaraarbeiði, sveising o.a. Skúlaborð Ein bólkur ger borð, sum skúlin skal hava til nýinnrættaðu høli síni. Tveir næmingar eru um hvørt borðið, ið verður gjørt bæði sum smiðju- og snikkaraarbeiði. Undirstellið á borðinum eru rør, sum teir saga og sveisa. Tað verður sproytað, og borðplátuna gera næmingar í smíði og festa á stellið. Hetta eru sera snøgg borð, og 48 borð verða gjørd tilsamans. Go-cartar Nakrir SIT-næmingar skulu gera tilsamans tríggjar go-cartar. Næmingarnir hava tvey modell sum fyrimynd, og skulu so gera allan bilin sjálvir. Har er nógv at sveisa og nógv tíðarkrevjandi putl. Nógv smátt at skera og saga til og sveisa, tí teir gera alt stellið sjálvir. Hjól o.a. verður keypt, men alt skal setast saman. Væl gongur. Tíðin er knøpp, men næmingarnir kýta seg fyri at fáa go-cartarnar lidnar rættstundis. Áðrenn teir byrjaðu avgørdu teir, hvørjir næmingar skuldu keypa go-cartarnar, sum teir fáa fyri tað, tilfarið kostar. Sólorka Ein triðja uppgáva snýr seg um sólorku. Teir byggja eina lítla smáttu, og í henni erður rúm fyri einum arbeiðsborði og nøkrum tólum. Á tekjuna verður ein sólfangari lagdur. Rørarbeiði læra næmingarnir við at gera vatnanlegg til og frá sólfangaranum. Elektronikk læra teir, tá stýring skal gerast av anlegginum. Mátitól verður sett á, so næmingarnir kunnu rokna orkuøgdina út. Smáttan fer at verða brúkt sum hitalaboratorium hjá skúlanum, og ætlanin er eisini at taka hana við á framsýningar. Aftrat hesum projektunum skulu aðrir bólkar við næmingum gera ein hjall, eitt amboðsborð og eitt løðitól. Øllum dámar Lærararnir á Tekniska Skúlanum í Havn lata væl at hesum undirvísingarmátanum. Ikki bilti, at næmingarnir høvdu lært so lítið, áðrenn teir vórðu kastaðir inn í projektið beint aftaná heystferiuna, tí teir komu so skjótt eftir tí. Og arbeiðshugurin er góður, tí tað er ein meining í arbeiðinum, við tað at lutirnir, teir gera, fara at kunna brúkast. Projektið hjá SIT-næmingunum heldur fram til jóla. Verður gjørt aftur Lærararnir eru líka væl nøgdir sum næmingarnir, og teir ivast ikki í, at komandi SIT-næmingar eisini sleppa at gera slík projekt. SIT-útbúgvingin tekur eitt álva árið. Samstundis sum teir hetta fyrsta hálva árið gera projekt hava teir eisini vanligar lærugreinir. Tað seinna hálva árið velja næmingarnir linju. Tá teir eru lidnir við útbúgvingina, kunnu teir, um teir fara í læru og raka á eitt fak, sum teir valdu at hava í útbúgvingini, fáa árið góðskrivað í lærutíðini. Í Grønlandi eftir kríggið Nýggj bók frá Jógvani Arge Friðurin var ikki meir enn boðaður í 1945, tá Johan Godtfred í Vági legði til brots við sínum >>Norðfari<< og fór til Grønlands at fiska. Hann ætlaði at fylla seg við kalva og selja á bretska marknaðinum, men kom aftur við fullum skipi av toski. >>Norðfarið<< var fyrsta skip úr Europa, sum kom inn til Holsteinsborg, og har fingu teir sera góða móttøku. Ein teirra, sum var við, var tann 87 ára gamli Magnus Jacobsen á Nesi í Vági. Føroyingar hugsaðu um hetta mundið meiri um at keypa sær nýggj skip og bátar enn um at fara til Grønlands. Mest varð hugsað um ísfisk, og menn vóru skjótir av landinum at keypa snurruváðsbátar og trolarar. Nakrir løgdu kortini ætlanir um at keypa stórar skonnartir til grønlandsveiði. Keyptar vóru eitt nú >>Patricia<<, >>Borgin<< og >>Glyvursnes<<. Fyrsta skipið til Grønlands í 1946 var vágsskonnartin >>Borgin<< hjá Thorvaldi Hjelm. Seks aðrar skonnartir og sluppir fóru henni á baki. Úrslitið var gott, men leingi var heimafólkið bangið um manningina á klaksvíksskonnartini >>Polo<<. Onki fjarrit var komið fráhenni. Sjómansheim og smiðja Tey føroysku skipini høvdu ikki nógvar hentleikar og fingu heldur ikki nógva hjálp í Grønlandi. Sjómansheimið læt ikki upp fyrrenn summarið 1946, og føroyingar høvdu ikki smiðju aftur fyrrenn í 1949. Tann lítla smiðjan í Føroyingahavnini hevði verið lívlínan hjá flotanum fyri kríggið, og nú var onkuntíð neyðugt at sleipa skip, sum ikki kundi umvælast í Grønlandi, alla leiðina til Føroya. Tað var dýrt. Tá smiðjan varð mannað aftur vóru ikki færri enn 9 mans til arbeiðis. Fyrst máttu teir tetta húsið og smíða sær koyggjur. Alt summarið høvdu eir úr at gera. Á odda stóð Hjalgrím Hentze. Tovqussaq og Ravnsoyggin Longu í 1946 var talað um at fara at rógva út í Grøn-landi aftur, men tað vardi nøkur ár, áðrenn føroysk feløg skipaðu fyri. Men í 1948 vóru føroyingar fyrstu ferð í Tovqussaq og róðu út fyri danskaran Claus Sørensen. Okkurt árið vóru 50 føroyingar, bæði kvinnur og menn, á støðini hjá Claus Sørensen. Millum oddamenninar vóru sumbingurin Johan Samuelsen og ævintýrarin Peter Freuchen. Í 1949 vóru nógvir suðuroyingar við danska >>Mogens S<<. Teir fingu mesta fiskin við Ravns Stóroy, og árið eftir fóru fleiri bátsmanningar í Ravnsoynna at rógva út undir Útróðrarfelagnum Grønland. Kappast um Føroyingahavnina Føroyingahavnin var enn sum áður miðstøðin hjá føroyingum. Har tók seg upp ein kapprenning millum føroyingar øðrumegin og norðmenn og danskarar hinumegin. Norðmenn og danir gingu saman og vóru fyrstir at byggja eina útgerðarstøð, sum varð nevnd Agricohavn. Fólkatingsmaðurin Petur Mohr Dam var á ferð har yviri og var óður inn á kontrollørin Johan Møller. P. M. Dam helt hann hava hildið føroyingar burtur frá plássinum, har norðmenninir høvdu bygt. Teir flestu hildu hetta pláss longur inni í firðinum vera tað besta í øllum Vesturgrønlandi. Føroyska vinnan sendi eina heila sendinevnd yvir. Hon mælti til at byggja eina stóra støð úti í Føroyingahavnini, tætt við smiðjuna. Heima vóru menn misjavnir á máli, men vóru samdir um at stovna Grønlandsfelagið. Ríkið í lepum Danska ríkið hekk í lepum eftir heimsbardagan. Ísland var dottið burtur av, í Føroyum vóru sterkar røddir fyri sjálvstýri og eisini í Grønlandi var hugburðurin broyttur. Fiskirættindi okkara í bæði Íslandi og Grønlandi vóru í klemmu. Tá Danmark samráddist við Ísland um leparnar frá loysingini, tengdu íslendingar okkara fiskirættindi har saman við teirra framtíðar rættindum í Grønlandi. Landstingsmaðurin Halvdan Henriksen segði á Føroyaferð, at tóku føroyingar loysing frá Danmark, so máttu vit gera okkum púra greitt, at vit fingu ikki onnur rættindi í Grønlandi enn útlendingar. Teir tóku land - onnur bók - er góðar 200 síður og hevur nógvar góðar myndir frá samtíðini. Hon kostar 268 krónur. Føroya Arbeiðarafelag: Fundarsamtykt Á kjakfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag tann 22.11. 1997 varð soljóðandi samtykt gjørd. Í sambandi við semjuna, sum gjørd varð við Arbeiðsgevarafelagið 01.05.1997, varð § 7 og 8 í sáttmálanum broytt m.a. soleiðis, at um arbeiðstíðin varð broytt, so skuldi hetta gerast eftir avtalu við arbeiðsfólkið, og hesi arbeiðsfólk skuldu atkvøða við seðlum. Eisini varð tá ásett, at sama arbeiðstíð skuldi verða galdandi fyri alt arbeiðsplássið. Á fleiri arbeiðsplássum, har arbeiðstíðin er frá kl. 08.00 til 17.00, biðja arbeiðsgevarar kortini arbeiðsfólk møta kl. 07.00 á morgni, uttan at vilja gjalda yvirtíðargjald fyri tíman millum kl. 07.00 og 08.00 á morgni, og heldur ikki fyri tíman millum kl. 17.00 og 18.00, har arbeiðsfólk er boðsent av arbeiðsgevaranum at møta seinni til arbeiðis enn kl. 08.00. Tá fakfeløgini til fánýtis hava roynt at fingið arbeiðsgevararnar at halda § 7 og 8 í verandi sáttmála, taka fundarluttakararnir undir við: oat Føroya Arbeiðarafelag saman við lokalfeløgunum noktar limum sínum at byrja arbeiðið kl. 07.00 á morgni, har arbeiðsfólkið annars byrjar arbeiði sítt kl. 08.00, um arbeiðsgevarin noktar at rinda yvirtíð fyri tíman millum kl. 07.00 og 08.00 á morgni, oog eisini tekur fundurin undir við, at noktað verður limum felagsins at arbeiða millum kl. 17.00 og 18.00, har hesir limir eru boðsendir at møta seinni enn kl. 08.00, og arbeiðsgevarin noktar at gjalda yvirtíð fyri tíman millum kl. 17.00 og 18.00. Dreymafelagið - á vitjan í Liverpool FC Fótbóltur: Jákup í Stórustovu og Tomislav Sivic sluppu í síðstu viku at ferðast í annars stongdu verðini í Liverpool Football Club Enska felagið Liverpool telist millum tey størstu og best umtóktu fótbóltsfeløgini í heiminum, og fyri nógv fólk kring allan knøttin er felagið, sum liggur við í býnum við Mersey-ánna, nakað heilt serligt. Í felagnum eru stjørnuspælarar, sum hvørt vikuskiftið undirhalda túsundtals fólki við sínum framúr evnum við einum fótbólti, og dagliga eru hesir ungir mans slíkar stjørnur, sum tað bert ber fótbóltsspælarum til at gerast. Nøvnini kenna vit øll - Robbie Fowler, Steve McManaman, Paul Ince og Michael Owen eru bert nøkur av teimum - og andlitini eru ivaleyst líka kend sum teirra fótbóltsevni. Teir vinna milliónir av krónum við at spæla fótbólt, teir eru fyrimyndir hjá túsundtals ungfólki og teir eru so nógv frammi í fjølmiðlum, at teir valla fáa flutt seg uttan at tað kemur í bløðini. Tað er nakað heilt serligt at verða partur av slíkum felag, sum Liverpool er, og í eina viku sloppu Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Nordplayer í Føroyum og Tomislav Sivic, venjari hjá B36, at ferðast í hesi vanliga stongdu verð. Teir vóru gestir hjá enska stórfelagnum, og var tað nakað, sum tað ikki skortaði uppá, so var tað blíðskapur. Væl móttiknir Seinasta mánadag komu Jákup í Stórustovu og Tomislav Sivic til floghavina í Liverpool, og fyri temum stóð Norman Guard, sum hevur sína heilt serligu uppgávu í Liverpool FC. Hann skuldi taka sær av gestunum úr Føroyum, og næstu dagarnar skuldu vísa, at tað hevði hann serstakt hegnið til. Atlantic Airways hevði lagt ferðina til Liverpool til rættis, og bæði ferðin og uppihaldið eyndaðust til fulnar Norman Guard hevur áður arbeitt fyri enska fótbóltssambandið, og hann var ein av teimum, sum fyriskipaði ferðina hjá enska landsliðnum til HM í USA í 1994. Síðani er hann farin í starv hjá Liverpool, hóast hann er Everton-viðhaldsmaður, og hann hevur till uppgávu at taka sær av útlendsku spælarunum hjá Liverpool. Hann skal syrgja fyri, at teir falla til í felagnum og í býnum, at øll praktisk viðurskifti eru í lagi, og hava útlendsku spælararnir bara minsta trupulleikan, kunnu teir venda sær til hansara, og so syrgir hann fyri, at alt kemur í rættlag. Norman Guard hevur eisini til uppgávu at taka sær av gestunum hjá Liverpool, og tað var í hesum leikluti, at hann var ímóti gestunum úr Føroyum, tá teir komu til floghavnina í Liverpool seinasta mánadag. Hann syrgdi fyri, at Jákup og Tomislav komu fram til hotellið, har teir skuldu búgva, og allar dagarnar var tað hann, sum heintaði teir báðar á hotellnum, fekk teir til venjingar og dystir og annars syrgdi fyri, at uppihalidð í enska felagnum gekk uppá stás. - Tað var heilt ótrúgligt at uppliva blíðskapin hjá Liverpool, og tað er til at undrast á, at teir vilja avseta nógva tíð og stóra orku til slíka vitjan, sigur Jákup í Stórustovu. Til venjing og dyst Týsdagin vóru gestirnir úr Føroyum til fyrstu venjingina á Melwood vøllinum, har Liverpool venur dagliga. Hóast Liverpool skuldi spæla móti Grimsby í Coca-Cola Cup sama kvøld, høvdu teir eina lætta venjing fyrrapartin. Teir spældu nógv smáspøl, sum teir vanliga gera nógv av, og eftir venjingina fóru teir í húsið, sum liggur við venjingarvøllin, har teir ótu og hvíldu seg. Jákup í Stórustovu og Tomislav Sivic vóru millum innbodnu gestirnar til dystin móti Grismby á Anfield Road týskvøldið, og teir hildu til í The excecutive box, har serligir gestir, leiðslan í felagnum og sponsorar eru at finna, tá dystir eru á vøllinum. Her fingu teir døgurða, og møttu annars bæði kendum og minni kendum fólki. Millum áskoðararnar hetta kvøldið var managerin hjá Aston Villa, Brian Little, og hann fingu Jákup og Tomislav eisini høvi at heilsa uppá. Á vøllinum gekk ikki væl fyrstu løtuna, men eftir einar 20 minuttir kom gongd á heimaliðið, og teir skoraðu trý mál. Stóra stjørnuskotið í Liverpool, blaðungi Michael Owen, gjørdi øll trý málini, og ikki minst tað seinasta var ein sonn perla. Lagið var gott í felagnum eftir sigurin á Grimsby, og bæði spælarar og leisðsla vóru sannførd um, at nú var gongd komin á hjá liðnum aftur, men teir vistu sjálvandi ikki hvat bíðaði fyri framman... Eingin kollveltandi venjing Mikudagin fingu Jákup og Tomislav møguleika at fara í býin at hyggja seg um. Dagin eftir dyst hava spælararnir hjá Liverpool vanliga frí, og soleiðis var eisini hendan dagin. Í býnum rendu gestirnir úr Føroyum seg í tveir av Liverpool-spælarunum, sum stóðu og skrivaðu autografar til fólk, og hóast bæði Robbie Fowler og Steve McManaman stundum kunnu kenna seg eitt sindur álopnar av fólki, vóru teir fryntligir og skrivaðu tolnir autografar til spentu fólkini. Hósdagin vóru spælararnir aftur til venjing, og tað var einki kollveltandi hjá Jákupi og Tomislav at síggja. Spælararnir spældu fyri tað mesta fótbólt á smærri og størri økjum, men teir høvdu eisini skjótleikavenjing, sum teir gera nógv við, og skotvenjing. Hendan dagin fingu Jákup og Tomislav eisini eitt prát við Frank Scully, sum er høvuðssamskipari á ungdómsøkinum og talentleitari. Hann greiddi frá um eitt nýn nýggja fótbóltskostskúla, sum Liverpool FC er í ferð við at byggja í býnum. Skúlin, sum eftir ætlan verður liðugur síðst í 1999, fer at kosta einar 120 milliónir krónur, og tá verða alskyns fasilitetir tøkir hjá ungu spælarunum í felagnum. Á skúlanum verða 13 vallir, harav 3 í fullari stødd, og eitt lítið stadion, sum tekur eini 200 fólk, skal gerast til tey yngru liðini at spæla á. Eisini verða skúlastovur gjørdar, møguleiki skal verða hjá fólki at gista á staðnum, og bæði uppvenjingar- og viðgerðahøli verða gjørd. Leggja lítið í kappingar Frank Scully, sum hevur arbeitt í Liverpool í 23 ár, og sum seinastu 5 árini hevur verið høvuðssamskipari á ungdómsøkinum, greiddi eisini gestunum úr Føroyum frá núverandi ungdómsarbeiðinum í Liverpool. Tað verður ikki lagt nógv í kappingar hjá yngru deildunum. Vanligt er at stóru feløgini hittast til dystir eitt vikuskiftið, og tá spæla allir aldursbólkarnir hjá feløgunum móti hvørjum øðrum. Úrslitini hava ikki týdning fyri nakra kapping, meðan stórur dentur verður lagdur av tey einstøku avrikini hjá spælarunum. Teir skulu allatíðina mennast, og tað skal síggjast aftur, at teir eru vorðnir betri til teir ymsu tættirnir í fótbóltsspælinum. Liverpool leggur stóran dent á at fáa teir bestu betri. Teir halda, at tað ber altíð til at fáa teir miðal góðu spælararnar betri, men kynstrið er at fáa teir bestu til at menna seg enn meiri. Hendan uppfatan av fótbóltsspælinum hevur eisini ført við sær stjørnuspælarar sum Robbie Fowler, Jamie Redknapp og Michael Owen, sum allir eru uppaldir í Liverpool. McManaman kendi Føroyar Jákup í Stórustovu og Tomislav Sivic fingu prát við nógvar av spælarunum hjá Liverpool, og teir vóru sera fryntligir og fyrikomandi. Steve McManaman segði seg kenna nakað til føroyskan fótbólt, og hevði sæð fleiri av føroysku HM-dystunum í sjónvarpi. Hann visti ikki av, at Liverpool hevði nógv viðhaldsfólk í Føroyum, men bæð gestirnar úr Føroyum endiliga heilsa teimum. Til ungar fótbóltsspælarar hevði hann ráðini, at teir skulu gera nógv við venjingina, liva sunt og akta venjaran, skuldu teir gera sær vónir um koma fram. Danski málverjin Jørgen Nielsen er at finna í Liverpool, men hann á finna seg í at sita á beinkinum, sum eykamálverji fyri nógv útskeldaða David James. Hann helt tað vera strævið ikki at sleppa at spæla, men visti eisini, at tað vóru treytirnar. Honum dámar sera væl í Liverpool og rættiliga natúrligt er tað, at halda heldur nógv saman við norðmonnunum, sum eru í felagnum. Roy Evans hevur tað trupult sum manager í Liverpool, og støðan er ikki vorðin lættari eftir at Liverpool tapti fyri Barnsley seinasta leygardag. hann greiddi Jákupi og Tomislav frá, at tað er hart at vera manager, og tað er altíð er hann, sum má standa við ábyrgdini av tí, sum liðið avrikar. Eftir dystin leygardagin, sum Liverpool rættiliga óvænta tapti til Barnesley, gekk leiðin hjá Jákupi í Stórustovu og Tomislav Sivic heimaftur til Føroya, og teir vóru eitt upplivisli ríkari eftir ferðina til tiltikna enska felagið. Liverpool er sanniliga eitt dreymafelag. Eingin føroyskur EM-dystur í vár Fótbóltur: UEFA vil ikki gera nakað undantak Tað verður torført hjá FSF at fáa kabalina at ganga upp, soleiðis at dystirnir í komandi EM undankapping verða avgreiddir, tá tað hevur víst seg at vera best at spæla - bæði hjá landsliðnum og áskoðarunum. Lutakastið um hvussu bólkarnir skulu verða mannaðir verður í Gent í Belgia 18. januar í 1998, men UEFA hevur longu gjørt av, nær dystirnir skulu avgreiðast. Og tað er greitt, at tað fer ikki at bera til at spæla áðrenn summarfrítíðina í 1998 og HM endaspælið, sum verður í Fraklandi í juni og juli. Áður hevur tað eydnast FSF at fáa heimadystir í juni, áðrenn endaspælið í HM ella EM, og tað hevur eftir øllum at døma komið væl við hjá áskoðarunum, men nú ber hetta altso ikki til. Stutt ímillum útidystirnar EM undankappingin verður frá á heysti í 1998 og til á heysti í 1999. UEFA hevur sett tíggju leikdagar av, og tað merkir, at um Føroyar koma í ein bólk, sum verður mannaður við seks londum, so skulu allir dagarnir brúkast. Um Føroyar koma í ein bólk, sum verður mannaður við fimm londum, so fer at bera til at velja tveir dagar frá. Tá lutakastið hevur verið, fara umboð fyri FSF at fundast við umboð fyri mótstøðulondini um, nær dystirnir skulu avgreiðast, men longu nú er tað greitt, at ofta verður spælt leygardag ella sunnudag, og tað hóvar føroyingum væl. Tað er eisini greitt, at tríggir teir fyrstu dystinir verða á heysti í 1998. Fyrsti leikdagur er settur at vera 5. og 6. septembur í 1998. Næsti leikdagur verður 10. og 11. oktobur, og triðji leikdagur verður 13. og 14. oktobur. Einki er at ivast í, at FSF fer at gera alt, sum stendur í teirra makt, fyri at leggja tveir útidystir við stutta millumbilinum í oktobur. Tíðliga í 1999 Hjá FSF og føroyskum fótbólti kemur tað sera illa við, at UEFA hevur ásett, at fyrstu dystirnir í 1999 skulu spælast longu 27. ella 28. masrs og 30. og 31. mars. Tá eru føroyingar ikki komnir so langt í fyrireikingunum til nýggja fótbóltsárið, at teir eru nóg væl fyri at spæla týdningarmiklar landsdystir, og tað fer undir ongum umstøðum at bera til at spæla á heimavølli so tíðliga á árinum. Næstu leikdagarnir eru ásettir at verða 5. ella 6. juni og 9. juni í 1999, og hesar ásetingarnar hjá UEFA lukta av tveimum heimadystum á Svangaskarði. Síðstu dagarnir eru 4. ella 5. septembur, 7. ella 8. septembur og 9. ella 10. septembur í 1999. HB og B36 spæla á útivølli á Ólavsøku Fótbóltur: Eingin møguleiki er fyri, at bestu liðini hjá B36 og HB kunnu spæla í Gundadali á ólavsøku Alt bendir á, at hvørki B36 ella HB kunnu bjóða ólavsøkugestunum komandi ár fótbóltsspæl á so frægum støði, sum havnarfeløgini annars hava gjørt so leingi, sum fótbóltur hevur verið spældur í Føroyum og á ólavsøku. Tað er rættiliga sannlíkt, at bestu fótbóltsspælararnir bæði í B36 og í HB vera ikki í høvuðsstaðnum á ólavsøku komandi ár. FSF hevur fingið upplýsingar frá UEFA um, nær tað fer at verða spælt í Europa Cup komandi ár, og sambært hesum upplýsingum, so skulu bæði B36 og HB í altjóða stríð sjálvan ólavsøkudag í 1998. B36 skal spæla í innleiðandi kappingini hjá meistaraliðunum, og HB skal royna seg í UEFA Cup. Fyrru dystirnir í fyrru innleiðandi umførunum í hesum báðum kappingunum verða mikudagin 22. juli, og seinnu dystirnir verða 29. juli ella ólavsøkudag. Hvørjum tey bæði havnarfeløgini skulu spæla ímóti, og nær tey skulu spæla á útivølli og á heimavølli verður ikki greitt fyrrenn umleið 1. juli, tá lutur verður kastaður. Av tí at tað bara er ein grasvøllur í Føroyum, so hevur higartil verið roynt at leggja tað soleiðis til rættis, at annað tað føroyska liðið er á heimavølli í fyrra umfarinum, meðan hitt er á heimavølli í seinna umfarinum. Hetta vil við øðrum orðum siga, at annaðhvørt verður HB ella B36 onkra aðra staðni í Europa enn í Føroyum, tá aðrir føroyingar fara at halda ólavsøku komandi ár, og tað liðið, sum ikki verður uttanlanda, skal ólavsøkudag spæla inni á Svangaskarði. Avleiðingin av hesum veruleikanum má so vera, at fyri fyrstu ferð nakrantíð fer tað ikki at bera til hjá bestu liðunum hjá B36 og HB at bjóða klaksvíkingum, eysturoyingum, suðuroyingum ella hvørjum teir nú bjóða á ólavsøku, at spæla í móti bestu havnarliðunum. Opið fyri steypafinaluni Í fleiri ár hava tað verið tey, sum hava talað fyri, at finalan um løgmanssteypið skuldi verið í Gundadali ólavsøkudag. Í áttati árunum varð álvara gjørt av ynskinum ella áheitanini, sum var meiri ella minni viðgjørd, men tá varð sagt, at tað bar ikki til at taka undir við áheitanini, tí ólavsøkudystirnir vóru ein tann týdningarmiklasta inntøkukeldan hjá havnarfeløgunum. Nú heldur hetta argumentið ikki longur, og tað eru fleiri í teimum báðum stóru feløgunum í høvuðsstaðnum, sum hava givið til kennar, at tey høvdu einki havt ímóti, at FSF fekk loyvi at leggja finaluna um løgmanssteypið ólavsøkudag, um havnarfeløgini fingu ávísa samsýning fyri tað. Altjóða forðingar Á fundinum, sum var ímillum FSF og fótbóltsfeløgini leygardagin, var greið ábending um undirtøku ímillum feløgini fyri, at tað er meiri hóskiligt, at finalan um løgmanssteypið verður spæld síðst í juni ella fyrst í juli, heldur enn at hon verður spæld fyrst í august. Møguleikin at spæla á ólavsøku varð so at siga ikki viðgjørdur, og sjálvt um bestu spælararnir hjá teimum báðum havnarfeløgunum, sum plaga at spæla ólavsøkuaftan og ólavsøkudag, ikki verða í Havnini á ólavsøku komandi ár, so ber ikki til at leggja finaluna um løgmanssteypið á ólavsøku. Tað ber ikki til, tí at tað er ikki so lítil møguleiki fyri, at í hvusu so er annað av havnarfeløgunum verður partur av finaluni. GÍ eitt sindur seinni Gøtumenn vunnu sær rætt at taka lut í Europa Cup komandi ár, tá teir í steypafinaluni, sum eftir øllum at døma var hin síðsta fyrst í august - fyribils í hvussu so er -vunnu ímóti VB. Innleiðandi umfarið í europeisku kappingini fyri steypavinnarar verður spælt 13. og 27. august, og tá skal GÍ spæla eina ferð á Svangaskarði og eina ferð onkra staðni úti í Europa. Tórsvøllur Ólavsøkufótbólturin er fallin nógv í virði ímillum áskoðararnar seinnu árini. Tað var tann tíð, tá talan var um mest undirhaldandi og fyri mong týdningarmilastu dystirnar á árinum, tá KÍ og TB dystaðust ímóti havnarfeløgunum um steyp og serliga um heiður og æru á ólavsøku, men soleiðis hevur tað ikki verið hesi seinnu árin, tá ólavsøkufótbólturin meiri hevur borið brá av at vera venjingardystir, har liðini hava fyrireikað seg til seinnu hálvu av landskappingini og kanska til steypafinaluna. Nú fer ólavsøkufótbólturin at detta uppaftur eitt stig longri niður eftir stiganum. Um ein grasvøllur var í høvuðsstaðnum, so hevði Europa Cup fótbólturin verið gylt høvi at styrkja um ólavsøkufótbóltin. Tað fer ivaleyst eina ferð at verða møguleiki fyri tí, men tað er púra greitt, at tað verður ikki í 1998, og tað er neyvan sannlíkt, at tað verður hesumegin túsund ára skiftið. Bummpengar - framhald av seinasta >>Fimmaranum<< í ÚF Sum øllum kunnugt, var Fimmarin mikudagin 19. nov. um undirsjóvartunnil um Vestmannasund. Har kom nógv áhugavert fram. Sjálvur slapp eg framat sum síðsti lurtari. Men tey, ið lurtaðu, mundu flest øll standa eftir við tí fatan, at lítið skil var í tølunum, sum vórðu slongd út. Tí ynski eg at seta roknistykkið upp her. Vitandi at tøl eru turrislig, skal eg koma til tey seinni. Fyrst vil eg siga, at grundin til hetta roknistykkið er, at fleiri halda tað vera grundleggjandi skeivt at skula gjalda bummpengar um undirsjóvartunnilin, tá tað er ókeypis um aðrar tunnlar. Prinsipielt eri eg samdur við teimum. Men eru tað bummpengar, sum skulu til fyri at vit skulu fáa fast samband um Vestmannasund, so vilja vit fegin gjalda bummpengar. Vit eru jú von at gjalda, og hví ikki gjalda fyri nakað, sum er so ómetaliga nógv betri? Hjá okkum snýr tað seg ikki fyrst og fremst um bummpengar ella ferðaseðlaprís. Nei, fyrst og fremst snýr tað seg um at sleppa frá at skula bíða, og at kunna fara og koma aftur tá man vil sjálvur. Bummpengar skulu jú bara gjaldast yvir eitt áramál, alt eftir hvussu fíggingin er, og so er tað yvirstaðið. Men til tey, sum eru ímóti at fíggja við bummpengum, tí tað er órættvíst. Her er tað at eg vil vísa á verandi órættvísi. Allir (nærum) almennir stovnar eru í Havn. Skal eg til Havnar á ein av hesum almennu stovnunum, má eg gjalda fyri at sleppa um Vestmannasund, umframt at eg skal bíða. Havnarfólk gjalda ikki, ei heldur eysturoyingar, men vit á randarøkjunum mugu gjalda. Av somu grund nýta teir nógv meira enn vit. Skal tað vera rættvíst, er høvuðsreglan at tú mást gjalda fyri tað, tú nýtir. Hetta kann gerast á fleiri mátar: 1.Gjalda vegskatt eftir koyrdum kilometrum. Hetta er óivað rættvísasta loysnin, men her er vansin, at tað er nærum ógjørligt at praktisera. Kilometrarnir skulu fyrst gevast upp, og síðani skal krevjast inn aftaná. Tað er lætt at snýta, bæði við at geva skeivt upp ella við at skrúva km teljaran aftur. 2.Gjalda bummpengar við ferjur, tunnlar, byrgingar og brúnna við Streymin. Hetta er ikki tann fullkomna loysnin, men løtt at praktisera, og hon er nær høvuðsregluni >>at gjalda fyri tað tú nýtir<<. Tey, ið koyra nógv, kunnu keypa sær mánaðarkort. 3.Avtaka verandi ferðaseðlaprís. Hetta er lættasta loysnin, men so mugu pengarnir fáast til vega á annan hátt, og høvuðsreglan >>at gjalda fyri tað tú nýtir<< forbjóðar at hækka vegskattin. Mítt roknistykkið var uppá punkt 2.: (Bert fyri bilar). Tølini eru úr >>Ferðslan 1996<< hjá Landsverkfrøðinginum. Tunnlar10 (+ 4 á Kallsoynni) Brúgv um Streymin1 Byrgingar2 Ferjur4 Bindingar17 Ársmiðalferðslan fyri ferjur er 632 pr. dag ella 231.000 pr. ár. Ferðaseðlaprísurin er kr. 80,- so tað gevur pr. ár 18,5 mió. Ársmiðalferðsla fyri allar bindingarnar er 12.670 pr. dag ella 4,6 mió. pr. ár. Taka vit ein prís á kr. 50,- gevur tað pr. ár kr. 231 mió. Hetta er um goldið verður fyri hvørja >>binding<<. Mítt uppskot er at gjaldast skal fyri fyrstu >>bindingina<<, og síðani koyra frítt restina av degnum. Her er tað at tað veruliga skal roknast, tí nógv koyra um fleiri >>bindingar<<, meðan onnur um færri ella onga. Vildi mett, at tað var uppá sítt pláss at býtt talið við 4. So høvdu vit fingið pr. ár kr. 58 mió., ella knappar 40 mió. meira enn vit fáa fyri ferjurnar í dag. Jú, sjálvandi skal roknast nærri uppá hetta. Men á henda hátt høvdu vit fingið pening frá teimum á meginøkinum, sum í dag einki gjalda. Og vit á randarøkjunum høvdu sloppið væl bíligari. T.d. kundu suðuroyingar sloppið á flogvøllin og aftur fyri kr. 50,- ístaðin fyri kr. 400,- sum tað kostar í dag. Havnarmenn og eysturoyingar høvdu eisini sloppið bíligari á flogvøllin enn í dag, fyri kr. 50,- í mun til í dag fyri kr. 160,-. Hvussu skal henda bummpengaskipan so praktiserast? Í útlondum eru sjáldan fólk knýtt at bummpengaplássunum. Gjaldast kann við reiðupeningi, kredittkorti ella man keypir mánaðarkort. Bíðikøir eru ongar, so hetta darvar ikki ferðsluni. Sjálvur koyrdi eg undir Thames ánni eystan fyri London í vár. Har var motorvegur við 3 banum hvønn veg. Komin til bummpengaplássið vórðu banarnir býtti í uml. 10 og ein 1lb myntur skuldi koyrast í eina stóra trakt, og so fór bummurin upp. Tey, ið von eru, steðga ikki heilt, men tveita myntin í og koyra víðari. Sum áður sagt, er hetta til tey (teir politikarar), sum eru ímóti at seta bummpengar bara á undirsjóvartunnilin. Tað má ikki henda, at tit atkvøða ímóti av hesi grund. Vinarliga, Heðin Poulsen, Vatnsoyrar Sandoyggin og oljuvinnan Sera hugaligt var at hoyra fyrstu viðgerð í Løgtinginum seinasta fríggjadag av oljulóggávuni. Hon er eitt valaverk, sum eigur rós uppiborið, og tað var stimbrandi at hoyra positivu og sakligu metingarnar hjá okkara løgtingslimum Lógin fer uttan iva at verða viðtikin í januar, og eigur so útbjóðingarrundan at byrja, sjálvt um marknaósemjan við bretar ikki er loyst. Her mugu politiskar samráðingar til fyri at loysa hetta mál. Fer tað til Haag dómstólin, er kanska ivasamt, hvussu úrslitið verður fyri okkum føroyingar. Hóast hetta er í dag ongin ivi um, at vit fara at fáa eina leitingartíð við royndarboringum á føroyska landgrunninum við nógvum virksemi. Hetta fer væntandi at byrja á vári 1999. Sum bygdarráðslimur á Sandi eri eg sera fegin um, at lív er komið aftur í oynna við tveimum virkjum. Eitt er í gerð í Skálavík, og kanska liggur okkurt annað virki í kortunum. Eg eri fegin um hetta, tí bert eitt virkið vinnulív kann geva ta menning og stimbran, sum skal til fyri at gera eitt samfelag liviligt. Tó, fiskivinnan er svikalig, og er óráð bert at hava eina vinnugrein at dúva uppá. Tað er ongin ivi hjá mær um, at Sandoyggin skal fáa sín lut í komandi oljuvinnuni. Men, vit skulu ikki sita hendur í favn og bíða eftir, at onkur forbarmar seg yvir okkum. Nei, vit skulu sjálvir fara í gongd. Hvat skulu vit so gera? Nýggja havnarlagið á Sandi liggur stak væl fyri at reka stand by vinnu útfrá. Verður oljan funnin í hellingini ella á Sandoyarbankanum, er stutt frá okkum út til feltini. Vit hava eisini hópin av góðum sjófólki í oynni. Um vit nú fara eitt sindur fram í tíðina tá, vónandi, olja er funnin, og hon kann útvinnast kommersielt, so er vert at hava í huga, at í oljulóggávuni stendur, at oljan ella gass skal førast í land. Eiga vit ikki at umhugsa møguleikan fyri einum terminali í Sandoynni? T.d. í Stuhre økinum í Noregi hava teir sprongt goymslur inn í fjallið, so at onki sæst til oljuna. Hvørja ávirkan hesin terminalur hevði á samfelagið í Stuhre er sjónligt. Stuhre var um at verða avtoftað, men er í dag eitt blómandi samfelag. Nú heldur onkur hetta vera í so háfloygt av mær at tosa um olju longu nú. Eg skal gera vart við, at stóru oljuøkini Foinhaven og Schihallion, sum nú fara at framleiða, ikki eru longur burtur enn slakar 7 tímar úr Sandoynni. Skuldu vit ikki kunnað sloppið upp í part her eisini? At fiska rækjur við Canada ella Svalbard meta vit hevur lítið upp á seg. Eg eri sannførdur um, at ein oljuvinna vil vera kærkomin fyri okkara land. Hon vil menna og stabilisera okkara búskap. Eg havi ongan iva um, at vit ikki fara at duga at umsita hana. Latum okkum gera eitt gott samfelag enn betri. Tórur Eg fari at royna at fáa álitið fyri tingið fyri jól - soleiðis at lógin kann vera samtykt helst í hesum árinum ella tíðliga í komandi ári. Tá eiga vit so at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til 1. útbjóðingarumfar sigur formaðurin í Vinnunevndini, Jørgen Niclasen Uppskotið til kolvetnislóg fyri Føroyar er nú farið til viðgerðar í Vinnunevndini. Formaðurin, Jørgen Niclasen, sigur við Sosialin, at hann er sera væl nøgdur við 1. viðgerðina á tingi og fegnast um, at allir flokkar standa so samdir í hesum stóra máli. - Tað sær ikki mætari út enn at allir flokkar taka undir við, at vit skulu fara undir veruliga leiting eftir olju, og at hetta skal vera gjørt undir bæði skipaðum og skilagóðum viðurskiftum. Eg haldi, at vit tingmenn kunnu vera ernir av, at vit í einum so stórum máli, standa saman og draga eina línu. Hetta snýr seg ikki bert um møguleikar hjá verandi ættarliðið, tað snýr seg so sanniliga eisini um framtíðina hjá komandi ættarliðum. Ikki jólatrøll Formaðurin í Vinnulívsnevndini sigur, at hann fer geva málinum eina bæði seriøsa og góða viðgerð í nevndini. Sjálvur roknar hann við, at tað fer at eydnast nevndini at fáa málið fyri aftur tingið um einar tríggjar vikur, soleiðis at tað kann verða samtykt við 2. og at enda 3. viðgerð fyri jól. Er tað so, at tað gongur longri tíð enn so, tá vil hann so royna at fáa málið í tingið, soleiðis at tað kann avgreiðast har antin fyri árslok ella beint eftir árslok. Jørgen Niclasen leggur dent á, at hóast málið er væl lýst av serkønum í tí frágreiðing, sum er løgd fram og í lógaruppskotinum, so eigur tað ikki at verða skundað ígjøgnum. Vinnunevndin má sleppa at brúka ta neyðugu tíðina til at viðgera málið í. Hann heldur annars fyri, at ferðin hjá Vinnunevndini í Noregi herfyri hevur verið til góða hjálp hjá teimum, sum nú skulu til at gera álit í málinum. 1. útbjóðing sum ætlað Jørgen Niclasen vónar, at tað fer at bera til at halda tíðarætlanina viðvíkjandi tí fyrsta útbjóðingarumfarinum. - Hetta er ætlað at vera tíðliga í ár ella til várs. Vit mugu tí fáa skattalógir og aðrar lógir og reglugerðir, ið hava tilknýti til 1. útbjóðingarumfar, uppá pláss fyrst í komandi ári. Jørgen Niclasen sigur, at hetta ðið er longu komið væl áleiðis, soleiðis, at tað nýtist ikki at taka so nógv av komandi ári til at gera tilfarið liðugt til løgtingið at avgreiða. Men hann viðgongur, at tað tá verður talan um at taka støðu til fleiri álvarsspurningar, men vónar kortini, at tann viðgerðin fer at vinna eins góðan og sámuligan frama í tinginum sum uppskotið til kolvetnislóg. Vinn pening við at lesa lýsingar Hetta er eingin skemtisøga. Á Internetinum ber til at fáa 10 oyru fyri at hyggja at einari lýsing. Tá ein fær pening fyri at taka ímóti nøkrum, tá má okkurt vera galið. Men hetta er júst tað, ið hendir á web staðinum www. reklame.dk. Her hevur ein lítil donsk fyrtøka gjørt eina heimasíðu, sum rindar pening til fólk, ið vilja hyggja at lýsingum! Lýsingarnar liggja ikki á heimasíðuni. Men har meldar ein til eina skipan, so ein fær sendan e-mail við ymiskum lýsingum. Fyri hvørja lýsing fær ein 10 oyru. Peningurin verður so tvær ferðir um árið settur inn á konto hjá einum. Og ikki er veruliga neyðugt at hyggja at lýsingunum; tað er í hvussu er ógjørligt hjá nøkrum at eftirkanna, um ein ger tað. Men hetta er kortini ikki nakað, ein gerst ríkur av. Tað ber bert til at gera eina bílegging fyri hvønn persón, og bert tríggjar fyri hvørt húsarhald. Einar tveyhundrað krónur kann tað kanska gerast til um árið. Dýrar lýsingar Orsøkin til stigið er ógvuliga hugmyndaligt. Lýsingar eru dýrar, fleiri at teimum lesa vit als ikki, og lýsingar kosta nógv pappír, nógv pappír. Men tá tað eisini kostar pening at taka ímóti e-mail, endurrinda fyritøkurnar fyri trupulleikan við 10 oyrum fyri hvørja lýsing. Tá ein meldar seg til, skal ein samstundis velja, hvørjar lýsingar ein fegin vil móttaka. Til dømis lýsingar fyri ferðir, klæðir ella teldur. Fram móti frítíðini kann tað vera snilt at melda seg til lýsingar fyri ferðir, og á tann hátt fáa hópin av upplýsingum um ferðir og prísir á tann hátt. Nýggja húsdjórið hjá familjuni Fin Fin er ein klókur og kensluborðin lítil digitalur fýrur, sum skal viðfarast væl, um ein ynskir hann til sín vin. Húsdjórini eru her. Øll børn og flestu lærarar eisini kenna pípandi elektronisku cyper hósnarungarnar, sum leingi hava herjað í landinum. Eggini, sum dýrini fáast í, eru ikki størri enn at tey kunnu vera í lummanum, og dýrini sjálv eru ein skíggi og nakrir knøttar, sum ein skal ansa høsnarungunum við. Tað serliga við Tamagotchi'unum , sum teir nevnast, er, at tey krevja nógv av eigarunum ennars doyggja teir. Og eitt annað serligt er, at antin elskar ein teir ella hatar teir. Hoyrir ein til fyrsta bólkin, kann ein tað sama venja seg við teir, tí tað koma fleiri og fleiri av hesum slagnum. Næsti árgangur av cyper dýrum er longu lendur, og nevnist Fin Fin. Í mun til Tamagotchi'arnar eru hetta tó annaðleiðis klók og fyrikomandi verur. Og enn síggjast tey bert á einum telduskíggja. Kunstigt vit Fin Fin er eitt lítið sjarmerandi villdjór, ein blanding av springara og fugli. Innan undirhaldsgreinina er hann higartil mest framkomna kunstiga vitið. Spælið gongur út upp á at læra seg at kenna lítla djórið og at gerast vinur við tað. Spælið er Fin Fin og tann verðin, ið er bygd upp rundan um hann. Hann livir á Teo, ein vøkur og grasgrøn planet einastaðni. Har livir hann sítt egna lív, og bert um telduna ber til at koma í samband við hann. Tað tosast við hann um mikrofon. Sum onnur djór skilir hann bert tónalagið og rýmir til dømis beinavegin, um ein skeldar ella bukar í borðið. Ein skal ikki fóðra hann ella vera um hann, bert tosa við hann og geva honum nakað av frukt, sum honum dámar sera væl. At byrja við er hann styggur, men eisini mikið forvitin. Kemur heilt fram til skíggjan, hyggur og flýgur so beinanvegin burtur aftur. Og sum við øðrum djórum verður hann so við og við minni bangin fyri einum. Kann sita í longri tíð mitt í skíggjanum, byrjar at láta og syngja - um ein væl at merkja er farin væl við honum. Fitt animatión Fin Fin er ógvuliga sannførandi og hevur hópin av flytingarmøguleikum og kann reagera heilt ymiskt upp á tvær annars líkar støður. Tað er ein veruliga hugtakandi animatión, sum bæði kann flúgva, kava eftir fiski, er fim og kann syngja. Fyri børn og vaksin Fin Fin stavar eins og Tamagotchi frá Japan. Hann er mentur av Fujitsu og hevur kostað einki minni enn 70 milliónir dollars. Fin Fin er stýrdur av sonevndari kunstigari vitan, sum stutt sagt er ein skrá, ið fer so sannførandi fram eftir tí, ein ger, at tað tykist sum skráin sjálv hugsar og følir. Spælið verður marknaðarført sum eitt barnaspæl, men mong vaksin fara uttan iva eisini at spæla við hann. Fin Fin krevur ikki nógv pláss og er ein Windows skrá, so ein lættliga kann klikkja hann fram og fáa eitt tokutos. Tíðin fer at vísa, um Fin Fin verður nýggja kelidjórið hjá familjuni, men sum mótsetningur til tey mongu ofta einkisigandi og harðligu spølini, sum børn vanliga stytta sær stundir við, er hann vælkomin. Hetta er fyrsta spælið - okkum vitandi - sum roynir at læra okkum at uppføra okkum væl mótvegis øðrum. Og tað er jú ikki so heilt av leið. Fakta Tað ber bert til at fáa samband við Fin Fin á Teo, um ein hevur Windows 95, minst eina 2x speed CD-rom støð og eina mikrofon til telduna. Kunningartøknin fer at kollvelta okkara samfelag Næstu árini fer menningin av kunningartøkni at ganga við rúkandi ferð. Tað, sum vit uppliva við internetinum í dag, er bert byrjanin til eina veruliga KT-kollvelting, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron og limur í KT-bólkinum Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron og limur í KT-bólkinum Allir føroyingar merkja nærum dagliga, at heimurin er ikki tað, hann var, og teir kunnu samstundis vera vísir í, at heimurin í morgin, verður ikki tann sami, sum hann er í dag. Kunningartøknin (KT) mennist við rúkandi ferð, og vit eru á ongan hátt komin í hæddina, skulu vit meta okkum eftir tí, sum køn fólk á økinum siga. Tey siga øll við ein munn, at vit eru bert stødd við byrjanina til eina størri KT-kollvelting, sum fer at ávirka gerandisdagin hjá fólki á øllum hugsandi økjum. Í Føroyum eru fyrstu tekini til hesa kollvelting langt síðani komin. Internetið gerst ein alsamt meiri brúktur og betri umtóktur miðil, 40 prosent av føroyska fólkinum hevur teldu, og innan stutta tíð verður møguligt at avgreiða síni bankaørindi heimanífrá. Niels Christian Nolsøe er stjóri á Elektron og hann er limur í KT-bólkinum, sum júst hevur gjørt eitt uppskot um eitt KT-stevnumið fyri Føroyar. Hann er sannførdur um, at menningin innan kunningartøkni fer at halda fram nógvu næstu árini. - Alt bendir á, at menningin fer at taka ferð á seg, og vit eru á ongan hátt komin í hæddina enn. Vit eru stødd við byrjanina til eina KT-kollvelting, sigur hann. - Eftir seinna heimsbardaga og fram til sjeytiárini var framgongdin stór og livistøðið meiri enn tvífaldaðist, og tað eru nógv sum halda, at vit næstu árini fara uppliva eitt líknandi tíðarskeið, har menningin kanska verður enn størri. Heimurin er broyttur Saman við menningini á telesamskiftistøkinum, stendur teldan rættiliga sentral í nýggju tøknini, og tað er ein sannroynd, at menningin á tí økinum gongur so skjótt fyri seg, at tað er trupult at fylga við og altíð hava bestu og skjótastu telduna. Tað er bara hálvtannað ár ímillum at processorurin, sum er heilin í telduni, tvífaldar sín kapacitet, og mætir teldumenn sum t.d. Bill Gates halda, at hendan menningin kann halda fram í nógv ár afturat, kanska í 20 ár ella meiri, ið hvussu so er sæst í løtuni eingin endi á menningini við processorinum. - Tað hendir eisini nógv innan teldusamskiftið, og tað internetið, sum vit kenna og verður so nogv brúkt í dag, er bara byrjanin til ein heimsumfatandi kunningarmotorveg, sigur Niels Christian Nolsøe. - Heimurin er broyttur og nú luttekur allur partur av heiminum í menningini. Fyri 20 áum síðani vóru stórveldið sum Sovjett, Kina og nógv onnur lond als ikki við, men tað eru tey nú, og tað leysgevir nógvar kreftir. Og alt hetta gevur ábendingar um, at vit eru á veg inn í eina menning, sum kanska verður størri enn hon var eftir seinna heimsbardaga. Hóast tað eru fólk, sum ræðast slíka menning, eru framtíðarútlitini fyri einaferð skuld góð og ljós. - Vit minnast øll hvussu tað var ítíðarskeiðnum við tí kalda krígnum, tá stórveldini stóðu andlit til andlit við atomvápnum, og vit vóru øll sannførd um, at tað fór at enda við atomkríggi og atomvetri. Men gongdin gjørdist meiri positiv enn nakar hugsaði. Og sammeta vit okkara tíð við 30'ini, tá facisman vann sær vald nógvastaðni, síggja her í 90'unum eina heilt øðrvísi gongd, har tað fer fram ein størri demokratiseringsprocess kring knøttin. - Alt bendir á, av vit eru í einari góðari støðu, og fyri einaferð skuld eru framtíðarútlitini ljós. Hetta er alt góðar fortreytir fyri einari góðari og friðarligari menning, heldur Niels Christian Nolsøe. Føroyar skulu vera við Hóast ídnaðarsamfelagið, sum vit kenna tað, spakuliga verður avloyst av einum kunningarsamfelag, verður tú ikki av tær sjálvum tikin við í menningina. - Neyðugt er við einum aktivum innsatsi, skulu Føroyar ikki verða afturúrsigldar, og tað er við hesum í huga, at vit í KT-bólkinum hava gjørt eitt KT-stevnumið fyri Føroyar. Har leggja vit millum annað dent á, at kunningartøkni gerst ein størri partur av skúlunum, bæði sum sjálvstøðug lærugrein og sum partur av allari undirvísingini. Og tað eru ikki bert børnini og tey ungu, sum skulu fáa lærdóm innan kunningartøkni, øll skulu hava høvi til tað, sigur Niels Christian Nolsøe. - Hyggja vit bara nøkur fá ár aftur í tíðini, so sæst, at nógv er hent á kunningarøkinum, eisini í Føroyum. PC-arin er vorðin vanligur partur av húsarhaldinum, og fer ivaleyst at gerast líka vanligur sum sjónvarp og telefonin, og internetið er eftir øllum at døma komið upp úr ongum. - Og menningin heldur fram. Vit ríða bara á fyrstu bylgjuni nú, og vit eru á ongan hátt komin í hæddina á KT-økinum. Tað er sannlíkt, at verandi møguleikar við internetinum fara at verða útnyttaðir í nógv størri mun í framtíðini, og Internet-Sosialurin er bara eitt dømi um teir mongu møguleikarnar. Um stutta tíð fáa vit Home-Banking, og tað er sannlíkt at tað almenna og vinnan fara at brúka samskiftið um internetið í nógv størri mun. Tíðirnar broytast og alt bendir á, at vit standa frammanfyri einum tíðarskeiði, har menningin fer at taka ferð á seg, og framtíðarsamfelagið verður nakað væl øðrvísið skipað, enn tað vit liva í í dag. Keypið og seljið hús í Internet Sosialinum Endamálið við at hava ein húsamarknað á Internet Sosialinum er at savna øll hús og bygningar, sum standa á sølulista í Føroyum. Í Internet Sosialinum verða øll húsini løgd á eina dátabásu, og har ber síðan til at velja, alt eftir hvar húsini eru, eftir stødd og eftir prísi. Saman við upplýsingunum um húsini er eisini høvi at hava mynd av húsunum. Í ár 2001 verður tað intervarpið... Sum tøknin mennist kunnu vit ímynda okkum gerandisdagin øðrvísi um trý ár. Niðanfyri hugleiðir høvundurin um ein vanligan gerandisdag hjá einum føroyskum húski ár 2001 - Pápa dámar ikki, at eg hyggi so nógv eftir teknifilmi. Hann sigur, at tað er ov dýrt - og honum líkaði betur, at eg læs fleiri bøkur. So kunnu vit ikki fara heim til tín seinnapartin? Tí tit sleppa? Soleiðis gremur tíggju ára gamla Johanna seg fyri vinkonuni. Lítlasysti hennara, Anna fylti fimm ár í apríl 2001. Og hon hevur ikki (enn) funnið út av, hvussu hon skal klikkja seg gjøgnum gjaldingarskipanina á okkara interaktiva sjónvarpi, okkara Intervarpi. Tað er eisini gott, tí annars sat hon allan dagin og hugdi í kassan. Fyri at vit skulu minnast loyniorðið, er tað einfalt. Tí veit Jóhanna loyniorðið - og tí mugu vit tosa við hana um hetta, fyri at hon ikki skal sita allan dagin framman fyri kassanum. Dagur og vika Vit hava nú í eini tvey ár havt intervarp. Tað er eitt millumting millum eitt sjónvarp og eina teldu. Tólið kann nýtast sum bæði, men er í veruleikanum mest tað seinna - hóast tey fæstu hugsa um tað. Tey halda, at talan bert er um eitt slag av sjónvarpi. Og júst tí er tað, at tað kallast Intervarp - hetta funnu nøkur lýsingafólk upp á fyri yvurhøvur at kunna selja tólið. Brúkararnir dugdu ikki rættuliga at síggja endamálið við tólinum, so vit vóru millum tey fyrstu 1.000 fólkini í Føroyum, sum keyptu intervarp. Vit hava ongantíð havt video, tí >>tað er í grundini einki at goyma upp á frá sjónvarpinum<<. Og harafturat skulu børnini ikki sita og hyggja eftir Disney alla tíðina. Men tá intervarpið kom fram, vóru vit við beinanvegin, har er gott innihald til vaksin um kvøldið. Eg vil eitt nú fegin síggja deg og viku, hoyra útvarpið og lesa Sosialin. Men júst tá SvF sendir deg og viku leggi eg børnini at sova, tá tíðindini eru í útvarpinum eta vit. Tað er eisini so nógv annað, sum eg ikki síggi í sjónvarpinum, tí eg havi annað at gera. Men her er tað, at eg rættuliga geri mær dælt av intervarpinum. Tí nú síggi eg bæði Deg og Viku, Basalt, Krosskast o. a. Men mær nýtist ikki at bíða eftir hesum sendingum, ella at síggja teir partarnar av sendingunum, sum eg ikki tími at síggja. Eg seti meg við intervarpið. Eg síggi yvirskriftirnar í Degi og Viki, spoli forbí tey óinteressantu innsløgini, og síggi á tann hátt bara tað, sum eg tími at síggja. Eg spoli eisini aftur, fyri at síggja umaftur tey áhugaverdu innsløgini. Tí síggi eg alla Deg og Viku eftir 15-20 minuttum, og veit kortini um øll innsløgini. Útvarpið hoyri eg eisini, tá eg havi hug, tí útvarpið hevur nú eftir hondini lagt allar sendingarnar út á netið - við ljóði. Hoyri eg onkran tosa um onkra góða sending, eitt nú ein áhugaverdan fimmara, so blaði eg meg bara aftur til sendingina, og lurti eftir henni. Men tey feskastu tíðindi er at lesa í Sosialinum, sum nú í fýra ár hevur dagført tíðindi fleiri ferðir um dagin. - Ja, eg hugsi ofta við mær sjálvum. Vit høvdu jú ímynda okkum, at bløðini neyvan fóru at klára seg til aldarskifti, men nú hava tey í veruleikan yvirhálað loftmiðlarnar, tí tey eru skjótari við tíðindunum - hvør skuldi trúð tí??? Nógvar >>øðrvísi<< sendingar Tann tíman, tá eg leggi børnini, er tað konan, sum eigur intervarpið. Tá intervarpið kom, skaptust eisini møguleikarnir fyri at gera nógvar øðrvísi sendingar. Konuni dámar væl at síggja kjaksendingar, sum vara í fleiri tímar, og har tey, ið kjakast, kunnu kjakast so leingi tey vilja. Sera dugnaligir journalistar gera sendingarnar, sum verða framleiddar á bíligasta hátt, við hondbornum upptøkutólum og bíligari digitaltøkni. Myndagóðskan verður tí hálvvánalig, men tað ger einki, tí tað er innihaldið, sum telur. Tann bíliga framleiðslan ger, at sendingarnar fíggjarliga hanga saman, hóast hyggjararnir kanska ikki eru so nógvir í tali. Tað kostar eina fimmkrónu at síggja sendingina, og tú kanst spola eftir tørvi, eins og við Degi og Viku. Tú kanst eisini sjálvur seta eitt kjak í gongd við at koma við uppskotum um evni, sjónarmiðum ella spurningum. Slíkar sendingar verða framleiddar hvørja viku. Júst tí at vit hava intervarp, er eingin trupulleiki hjá okkum at síggja hvør sína sending, hóast tær verða sendar samstundis. Bæði Dagur og Vika og kjaksendingarnar verða sendar við internet-tøkni. Við einum fínum orði verður hetta nevnt multicastes, sum ikki merkir annað enn tað, at ein servari beinir sendingarnar út sum digitalir fílar til teirra, sum vilja síggja sendingarnar nær og hvar tey vilja. Vit eru tískil ikki bundin at skíggjan ávísar tíðir. Gammeldags sjónvarpi hyggja vit ikki so nógv eftir, sum fyrr. Innihaldið er ov breitt, men einum filmi hyggja vit eftir nú og tá. Bíða eftir lægri prísum Tað gamla sjónvarpið varð tveitt á dyr, tá intervarpið kom. Intervarpið stendur í sama stað, sum sjónvarpið stóð. Summi snið av intervørpunum skara framúr við LCD-skíggjum, onnur hava bara vanlig myndarør. Okkara er av hesum seinnu, so tað tekur meira pláss - men tað var nógv bíligari. Í intervarpinum er bæði ein telda og eitt sjónvarp. Teldan er íbundin telefonnetið. Eitt ISDN-samband við eina ella tvær ferðir 64 kilobit pr. sekund er minsta kravið, men úrslitið er rættuliga vánalig myndagóðska. So ring er hon, at illa ber til at hyggja eftir filmi. Úrslitið var nógv betur, um vit valdu eina dýrari loysn. Men vit halda ikki, at intervarpið er so nógv vert enn og vilja bíða, til telefonfeløgini fara at lækka prísirnar. Tað er kortini freistandi at keypa betur samband, tí filmfeløgini bjóða tær nú at heinta filmir beinleiðis frá teimum. Á tann hátt ber til at síggja italskar, franskar, enskar, indiskar og aðrar filmar - sum sjónvarpsstøðirnar ikki vísa. Fjarstýring við skíggja Teldupartin av intervarpinum kanst tú brúka, sum tær lystir. Hann kann, eins og ein vanliga sterkur pc'ari, rokna hvat tað skal verða. Stýrissystemið er Microsoft Windows - hugsi NT versión 7.0 ella system 11 til Macintosh. Vit nýta intervarpið fyrst og fremst sum sjónvarp. Vit hava eina fjarstýring, sum við píltastum koyrir upp og niður eftir menumyndunum, vit síggja á skíggjanum. Menuirnar síggjast í einum víðari menning av einum web-browsara. Vit valdu eisini hesa fjarstýringina, tí hon var bílig. Annar møguleiki er ein meiri modernað fjarstýring, har tú situr við einum mini-skíggja í hondini og týstir við fingrinum á tað, tú vilt. Intervarpið sum servari Vit hava eisini eitt vanligt teldutastatur - nertlaborð til intervarpið. Tað liggur sum oftast undir sofaborðinum. Tað samskiftir infrareytt við intervarpið og verður tikið fram, tá onkur av okkum skal senda ein e-mail. Vit bæði vaksnu og tann størra av gentunum hava okkara egnu e-konto, og vit hava vant okkum til at kanna tær gjøgnum intervarpið. Hóast nógv av mailunum í veruleikanum eru hobbykend og koma frá áhugafelagsskapum ella familju, so kanni eg eisini arbeiðsmail fleiri ferðir hvørt kvøld. Tað er gott at vita, hvat liggur til næsta morgum. Men nertlaborðið liggur fyri tað mesta og savnar dust og er ein kanska ein feilíløga. Tí tað hevur víst seg, at vanliga teldan, sum stendur í arbeiðsrúminum, er nógv betur at skriva og senda e-mail við. Men arbeiðsteldan og intervarpið senda dáta sínamillum gjøgnum eitt minilokalnet, har intervarpið er servarin. Keypa inn á Intervarpinum Rættuliga nógv brúka intervarpið, tá tey keyupa inn. Tey fara eitt nú inn á heimasíðuna hjá Keypsamtøkuni og bíleggja vøruna, sum síðan verður koyrd heim. Tað gera vit kortini ikki, tá vit skulu keypa matvørur. Men vit nýta intervarpið, tá vit skulu keypa okkurt serligt - bøkur, lutir til bilin, amboð og merkjavøruklæði. Tá er tað nógv lættari at leita í intervarpinum enn at renna millum alskyns handlar. Sama lagið er, tá vit gera bankaflytingar - tað verður eisini gjørt gjøgnum intervarpið. Gerandisvørurnar keypa vit upp á gamla máta, tí best er hóast alt at kunna nerta við tað, tú skalt keypa - at eta... Kunningarmiðstøð Men Intervarpið er eisini eitt slag av kunningarmiðstøð. Í húsinum hava vit sett upp nakrar hitamálarar, soleiðis at teldan kann ansa hitalagnum innanveggja. Teldan ansar eisini eftir, hvussu nógvan streym vit nýta, hvussu nógva olju vit nýta o. s. fr. Tískil er tað vorðið til eina kapping um at vita, hvussu lágt niður vit kunnu fáa hesar útreiðslurnar. Hevur tú hug, so ber eisini til at seta nøkur smá upptøkutól til telduna, so at tú frá arbeiðsplássinum kanst ansa eftir, hvat fyriferst heima við hús - um tú hevur fingið óbodnar gestir, ella um børnini hava funnið upp á okkurt býtt. Intervarpið kann sjálvandi eisini svara telefonini. Tað finnir eisini út av telefonina, tá ávís fólk ringja - og kann geva teimum neyðugu boðini. Eisini kann teldna sjálv finna út av at umstilla telefonina, um tað er onkur serligur, ið vil hava fatur á okkum - onkur í famljuni ella onkur góður vinur. Lænt hugskot Hóast tólið, sum umrøtt er í hesi grein - okkum kunnugt - ikki er til, so eru tankarnir ikki tiknir úr leysari luft. Alt, sum her er umrøtt, ber til - tøkniliga sæð - og tað nógva er longu uppfunnið. Vitið bara - nógv vatn rennur í havið - higani og til ár 2001... Bilmarknaður á Internet Sosialinum Á bilmarknaðinum í Internet Sosialinum ber nú til at finna júst tann bilin, tú leitar eftir. Eirikur Lindenskov Eins og greinarnar í Sosialinum, eru eisini bilalýsingarnar lagdar í eina dátabásu, har til ber at leita eftir bili í ávísum prísklassa, eftir ávísum merki ella eftir ávísum bilabólki. Eisini er ber til at hava litmynd av bilinum við í lýsingini. Sosialurin hevur fyrr roynt at savna allan tann føroyska brúktbilamarknaðin - tí nógv teir flestu bilarnir, ið standa á sølulista, eru í høvuðsstaðarøkinum, og tískil hava øll ikki møguleika at síggja bilarnar. Í Internet Sosialinum ber eisini til at koma beinleiðis í samband við seljaran, sum kann hava sína e-mail adressu standandi undir lýsingini, og við at klikkja á sambindingarliðin - fær keyparin fatur á lýsaranum. Ætlanin er kortini eisini at savna lýsingarnar í blaðnum, og verður tað í teiginum út at koyra, sum vanliga er í blaðnum hósdag. Niðan á informatiónsmotorvegin Teldurnar, serliga nú tær eru skipaðar í tað heimsumfatandi netið - Internetið, hava longu broytt tann mátan, sum virkir og stovnar samskifta innanhýsis og sínámillum, og mátan, sum virkir og stovnar samskifta við síni viðskiftafólk. Teldurnar ella Internetið geva tí einstaka atgongd til eitt hav av meiri ella minni relevantum upplýsingum, og tær gera tað eisini møguligt skjótt og bíliga at skriva teldubrøv til fólk, líkamikið hvar á knøttinum tey eru stødd, skrivar Erhard Jacobsen, bókavørður Erhard Jacobsen Tann velduga menningin á telduøkinum hesi seinastu árini hevur reist spurningin um, hvussu vit skipa okkum við teldunum, hvussu viðurskiftini millum teldur og menniskju skulu vera. Tá ið teldur nú einaferð fara at verða ein so stórur partur av okkara gerandisdegi, sum spátt er, og sum tekin eisini longu eru um, so er tað onki uttan natúrligt, at vit vanligu fólk, sum skulu brúka hesar teldurnar bæði í okkara arbeiði og til gerandisendamál, fara at gera vart við okkum, fregnast og seta fram krøv. Teldur eru ikki bara teknikkur, nei, tær hava longu og fara framyvir at føra við sær broytt arbeiðslag og broyttar arbeiðshættir; tær skapa grundarlag fyri nýggjum vinnugreinum, nýggjar mátar at samskifta, at keypa og selja, at læra og øðrvísi mátar at skaffa okkum undirhald. Í síðsta enda eru teldurnar ein samfelagsspurningur, og eisini ein spurningur um mentan ella mentunarpolitikk. Teldurnar lætta um og gera heimin minni Teldurnar, serliga nú tær eru skipaðar í tað heimsumfatandi netið, Internetið, hava longu broytt tann mátan, sum virkir og stovnar samskifta innanhýsis og sínámillum, og mátan, sum virkir og stovnar samskifta við síni viðskiftafólk. Teldurnar ella Internetið geva tí einstaka atgongd til eitt hav av meiri ella minni relevantum upplýsingum, og tær gera tað eisini møguligt skjótt og bíliga at skriva teldubrøv til fólk, líkamikið hvar á knøttinum tey eru stødd. Teldurnar lætta um, og tær gera heimin minni. Men teldurnar fara at gera meira enn tað. Tað sum veruliga fer at broyta okkara gerandisdag í framtíðini, vænta serfrøðingar, fer at verða hin sonevndi informatiónsmotorvegurin. Hesin informatiónsmotorvegur er ikki til enn, men hann fer møguliga at líkjast Interneti, sum vit nú kenna, men hann fer samstundis eisini á mangan hátt at virka øðrvísi enn Internet. Tað er heldur ongin ivi um, at menningin av informatiónsmotorvegnum fer at fáa munandi størri avleiðingar fyri alt samfelagið, enn t.d. Internetið higartil hevur havt. Fleiri miðlar í sama miðli Tað, sum eyðkennir informatiónsmotorvegin er fyrst og fremst samanrenningin av fleiri ymiskum miðlum í ein miðil. Miðlar, sum í dag eru atskildir, teldan og telefonin, sjónvarp, útvarp, bløð og onnur kunning ætlað borgarunum fara, tá ið informatiónsmotorvegurin er veruleiki, at verða integrerað í ein miðil, sum fer at varpa út multimedia: tvs. telduskjøl, sum fara at verða sett saman av ljóði, myndum, teksti og livandi myndum ella video. Hetta sum vit longu nú kenna frá teimum sonevndu CD-rommunum og partvís Interneti. Øll flyting av data og informatión er digital, so her er altso talan um eina samanrenning av teldutøkni og telesamskifti. Eitt annað, sum eyðkennir informatiónsmotorvegin er møguleikin at samskifta við informatiónsleverandørin, tvs. at tú kanst velja og seta saman tað, sum tú vilt lesa, hoyra ella síggja, og hetta kann gerast á ein heilt annan hátt, enn vit kunnu við verandi fjølmiðlum. Hetta seinasta fer avgerandi at víkja frá tí, sum vit kenna frá fjølmiðlunum, eitt nú sjónvarpi ella útvarpi, har vit øll mugu hyggja at ella lurta eftir tí sama ísenn. Við informatiónsmotorvegnum fara vit sostatt burtur frá tí, sum verður rópt synkronari transmissión og yvir til asynkrona transmissión. Og hví skal okkara tjóðskaparligi samleiki liggja í hesum, at vit øll hoyra tey somu tíðindini ísenn, ella at vit øll í senn sessast at hyggja eftir Degi og Viku ella onkrari aðrari sending í sjónvarpinum? Var tað ikki meira ómakaleyst, at vit fingu sendingarnar sendandi, goymdu tær og so hugdu, lósu ella lurtaðu, tá ið tað lá best fyri hjá okkum, og at vit lósu, hugdu ella lurtaðu eftir tí, sum vit hvør einstakur hildu vera mest áhugavert og viðkomandi, tvs. at vit valdu sjálvi heldur enn, at onkur annar valdi fyri okkum. Onnur týðandi eyðkenni við informatiónsmotorvegnum kundu eisini verið nevnd, men lat okkum gevast her. Tjak og skriving um informatiónsmotorveg Informatiónsmotorvegurin var annars eitt evni, sum var nógv umrøtt fyri nøkrum árum síðani. Í USA legði varaforsetin Al Gore fyrst í hálvfemsárunum fram ætlanir um >>The National Information Infrastructure<< og setti orð á hugtakið >>the information superhighway<<. Í maj mánað í 1994 legði ein ES-nevnd, undir leiðslu av Martin Bangemann fram sítt álit: "Europe and the Global Information Society", eitt álit, sum síðani hevur verið nevnt Bangemann-rapportin. Danir fóru eisini tíðliga av seingini, tí longu í oktober mánað sama árið lat hin sonevnda Dybkjær-Christensen-nevndin úr hondum eina drúgva frágreiðing við heitinum "Info-samfundet år 2000". Í hesum álitum og frágreiðingum hevur dentur verið lagdur á at lýsa møguleikar og vandar og vísa á, hvørji politisk tiltøk ella átøk eru neyðug, fyri at sum mest kann fáast burtur úr teimum nógvu møguleikunum, sum fara at koma við menningini av informatiónsmotorvegnum. Og sjálvandi er eisini skrivaður ein hópur av bókum og greinum um hesa nýggju samskiftistøknina, bæði fakbøkur og meira ella minni veruleikakendar skaldsøgur. Her fara vit at halda okkum til nakrar av fakbókunum. Í 1995 gav Nicholas Baran út bókina "Inside the Information Superhighway", ið er ein áhugaverd og seriøs lýsing av tí, ið koma skal. Á donskum hevur henda bókin fingið heitið: Informationsmotorvejen - genvej til fremtiden. Hin kendi Bill Gates, hann sjálvur við Microsoft, gav árið eftir út bókina "The Road Ahead", ið er hansara boð uppá, hvussu vit best fyrireika okkum til eina framtíð, har framkomin teldutøkni verður týðandi lutur í at kalla øllum lívsins viðurskiftum. Á donskum hevur bókin hjá Bill Gates fingið tað sigandi heitið: Grib fremtiden. Ein triðja bók um hetta evnið, sum eg kundi hugsað mær heilt stutt at viðgjørt her, er bókin >>Being Digital<< hjá Nicholas Negroponte. Eisini henda bókin kom út í 1995 og á donskum eitur hon: Det digitale liv. Skal vera ein verulig tænasta Eins og hinar bøkurnar, so er bókin hjá Negroponte ein lýsing av framtíðini. Lýsingin er sjálvandi merkt av, at nógv er gitingar, men Negroponte hevur tó sínar greiðu meiningar, og hann hevur eisini góð ráð at geva teimum, sum sambært honum ikki hava sæð skriftina á vegginum enn. Negroponte er kendur sum stovnari og leiðari av tí navnframa Media Laboratory hjá Massachusetts Institute of Technology. Á hesi starvsstovuni hava tey serliga lagt dent á at granska og kunna seg um framtíðar samskifti, og roynt at lýsa hvussu hetta framtíðar samskifti fer at ávirka undirhald, útbúgving og vinnulív. Negroponte hevur skrivað fast í tíðarritinum Wired, sum kann lesast á Interneti, og tað eru greinar úr hesum tíðarriti, hann hevur umskrivað og savnað í bókini "Being Digital". Negroponte leggur dent á, at nýggja informatiónstøknin skal verða ein verulig tænasta og ikki bara brúkast til dagdvølju og reklamu. Tað snýr seg ikki bara um at oysa fleiri og fleiri bit niður yvir fólk, hóast møguleikin er har. Tað snýr seg um innihaldið og um sosialt fyrilit. Samfelagslig menning sprettir ikki úr gekkaspølum og undirhaldi, men úr øktari vitan og royndum, og tískil verður tað avgerandi fyri framtíðar menningina, at hesin parturin á informatiónsmotorvegnum, vitanar-parturin, verður bíligur og lætt atkomiligur, og at vitan ikki bara verður nakað, sum ein vælbjargaður minniluti brúkar til tess at lívga egnum áhugamálum, meðan fjøldin má taka til takkar við tí bíliga undirhaldinum. Loysunarorðini her eru sosial prísáseting og desentralisering. Negroponte skrivar eisini um markamót ella grensuflatur, millumliðið millum maskinur og menniskju. Markamót í dag kenna vit best sum valmyndina vit síggja á telduskíggjanum, ella knøttarnir vit trýsta á fyri at fáa fram myndir á sjónvarpsskíggjan. Skilagóð markamót, markamót, sum tykjast at hava vit og skil, verða avgerandi fyri, hvussu nógva nyttu vit vanligu fólk fara at fáa burturúr nýggju tøknini. Og Negroponte dugir ikki at síggja nakran vanda, hóast teldurnar uttan iva fara at yvirtaka alt fleiri partar av okkara gerandisstáki. Væl at merkja um rætt verður atborið. Hann ber ongan ótta fyri, at vit fara at hvørva sum menniskju í øllum teldurokinum. Vit fara í alt størri mun at brúka telduskráir, ella markamót, sum fara at duga at avgreiða eina ávísa uppgávu, men sum samstundis fara at duga serliga væl at samskifta við aðrar telduskráir. Tað er í hesi sannroynd, at Negroponte sær fyri sær, at vit øll fara at fáa okkara elektroniska butlara, sum syrgir fyri øllum, sum vit hava tørv á, og sum skilir beinleiðis talu og kennir okkara tørv, á sama hátt sum hundurin kennir eigara sín á røddini og medferðini. Spurningurin er bara, hvør fer at hava ráð til slíka tænastu. Ein nýggjur leikpallur Enn er ov tíðliga at siga nakað við vissu um, hvussu endin verður á leikinum um informatiónsmotorvegin. Verður hesin møguleiki at náa allar heimsins borgarar brúktur til fjant og fjas í eini kommersiellari melduródn, ella verða tað tey mentunarligu og sosialu sjónarmiðini og tær innovativu og kreativu kreftirnar, sum her fara at fáa ein nýggjan leikpall. Tað fer so tíðin at vísa. Tað verður tó helst seinur dagur, at vit fara at útflyta digitalan fisk, men harfyri eiga vit ikki at lata møguleikan at fáa lut í menningini av informatiónsmotorvegnum gleppa okkum av hondum. Vit kunnu í hvussu er gera eina roynd at skilja og fyrireika okkum til hetta nýggja fyribrigdið. Lisið upp í útvarpssendingini Vetrarbreytin, 22. nov. 1997. Framúrskarandi møguleiki At ringja heim fyri at frætta tíðindir gevur sjáldan nakað serligt úrslit. Føroyingar halda ikki, at tað sum hendir í gerandisdegnum er nakað at fortelja fólki, sum byr í útlendskum stórbýum. Jógvan Hugo Gardar skrivar úr Oslo Jógvan Hugo Gardar Úr Oslo: Hvussu stendur til heima? Fært tú nøkur bløð sendandi? Tosar tú oftani heim? Hetta er ein spurningur, eg fái javnan, og sum allir føroyingar í útisetu fáa. Eg svari sjálvandi, at eg fái bløðini, og at eg tosaði við bróður í farnu viku, men har hendir einki av tydningi heima. Tá ein so kemur heim til Føroyar í summarfrí ella jólafrí, so fær ein søgurnar. - Hevur tú ikki hoyrt tað. Jú, jú hann smildraði bilin sundur, ella jú, jú hjá teimum gongur stak væl nú. Mær hevur altíð dámt at fáa tíðindi heiman úr Føroyum, men tá ein tosar við vinir og kenningar, so er sjáldan nakað at tosa um. Í bløðunum stendur nakað, men tey eru ikki fesk tá tey koma til Oslo tveir-tríggjar dagar eftir at fólk heima hava lisið blaðið. Vit fáa ikki tær smáu gerandissøgurnar, tá vit tosa heim, men tað eru júst hesar smáu hendingarnar, sum gera, at vit kunnu fylgja við í tí, sum hendir. Tá føroyingar vera skuldsettir fyri at eiga hentleikatrolarar, so er tað ikki nakað sum hendir brádliga. Í Føroyum hava tey, sum fylgja við í fiskivinnuni, tosað um hetta fyribrigdið í longri tíð, áðrenn tað kemur fram sum ein gøla í norskum bløðum. Tað er heldur ikki so, at frá tí at føroyingar fóru at fyrireika oljulóggávuna og fram til møguligir oljubankar vera funnir, so hendir einki í málinum. Heima í Føroyum fáa tit hvønn einasta dag smáar søgur um gamlar trolarar, sum verða seldir til Surinam, ella um oljusefrøðingar úr Noregi, sum vitja. Hesar smáu gerandissøgurnar geva teimum, sum fylgja við í føroysku fjølmiðlunum eina heildarmynd. Ein heildarmynd, sum eg ikki havi møguleika til at skapa mær, meðan eg siti í Oslo og fylgið við í tí norska gerandisdegnum. Broyting í heyst Trupulleikin hjá okkum útisetum er ikki, at vit ikki fáa tíðindir, men at tey ofta eru so gomul, at nógv er hent í málinum bara teir dagarnar frá blaðið varð prentað, til vit síggja tað. Og ikki at gloyma, vit fáa sum oftast bert brot at vita. Heildin er sjáldan møgulig at hugsa sær. Sum áhugaður í fótbólti, so royni eg at fylgja við í 1. deild heima. Higartil hevur tað verið eitt forsinkað upplivilsi. Líka frá dystirnir verða spældir sunnudag og fram til hósdag ella fríggjadag tá týsdags-Sosialurin endiliga er í postkassanum, má eg ganga og bíða eftir úrslitinum. Spennandi er at vera til dystin teir knøppu tveir tímarnar seinnapart sunnudag, men hugsi tykkum at noyðast at ganga við spenningi í búkinum í fýra dagar. Men nú er endiliga ein broyting komin í. Síðani tíðliga í heyst havi eg havt møguleikan til at fáa øll tíðindi á internetinum. Nú havi eg møguleikan at fara inn á Internet-Sosialin og fáa eitt gott innlit í, hvat fer fram í Føroyum í hesi løtu. Eg kann sjálvandi eisini hyggja eftir, hvat Dimma hevur at bjóða á síni avmarkaðu heimasíðu. Fyri meg hevur hendan atgongdin givið mær møguleikan til at fylgja við í gerandisdegnum heima gjøgnum tíðindini, sum verða borin um Internetið. Ein annar fyrimunur við internetinum er, at tá eg næstu fer tosi við onkran heima, so hava vit sæð somu tíðindir og lættari er at tosa um viðkomandi mál. Roca-Gil og undirsjóvartunnilin Internetið gevur okkum ein serligan møguleika til at samanbera tað, sum hendir har vit eru stødd við tað, sum hendir aðrastaðni. Eitt gott dømi um hvussu skjótt tíðindir í dag berast, eru dálkingargølurnar í Romeriksporten í Noregi o Hallandsåstunnelen í Svøríki. Í báðum førum brúktu teir sum arbeiddu í hesum bergholum tað franska evni Roca-Gil. Fyrst komu søgurnar úr Svøríki um arbeiðsfólk og eisini húsarhald, sum vóru eitrað av einum evni, sum bleiv brúkt í bergholserbeiðinum. Um somu tíð gingu søgurnar um eina álvarsliga umhvørvisgølu eystanfyri Oslo. Fleiri vøtn í økinum vóru við at hvørva. Orsøkin var bergholsarbeiði í Romeriksporten. Við internetinum sum amboð vóru tað fleiri sum spurdu seg sjálvan, um ikki teir sum arbeiddu í Romeriksporten eisini brúktu okkurt evni, sum skuldi bøta um lekarnar frá í bergholinum. Jú, mín sann um teir ikki brúktu Roca-Gil. Brádliga høvdu vit tvær dálkingargølur samstundis. Samanberingin millum tær tvær gølurnar høvdu ikki komi líka skjótt um ikki tíðindastreymurin var um internetið. Í fyrstu atløgu høvdu norsk bløð einans skrivað um umhvørvisgøluna og vøtnini sum hvurvu. Í Svøríki vildi áhugin fyri eitrinum verið størstur. Hugsið tykkum um vit í løtuni boraðu undir Vestmannasund. Tá vildi Roca-Gil beinanvegin gjørst eitt evni í Føroyum eisini. Óført tiltak Tiltakið hjá Sosialinum er óført og er til stóra hjálp hjá forvitnum føroyskum útisetum. Fyri føroyingar í Føroyum vil hetta tiltak eisini vera við til at gera tann prentaða Sosialin betri, tí blaðið fær lættari atgongd til tilfar. Nú rapla múrarnir Við Sosialinum á Internetinum kann tú lesa tað nýggjasta í blaðnum nógv fyrr enn leysasølurnar kunnu bjóða og ikki um at tala postverkið. Fyri útisetar er hetta eitt frálikt tilboð, skrivar Jústinus Eidesgaard, journalistur úr Singapore Jústinus Eidesgaard skrivar úr Singapore Jústinus Eidesgaard, Singapore Internetið er størsta framstigið innan samskifti í nýggjari tíð. Tað er líka stórt stig, sum tá telefonin varð automatiserað og tá telexið kom fram fyrr í hesi øldini. At so bløð eisini verða útgivin á internetinum er ein kollvelting fyri skrivaðu miðlarnar. Bløðini hava altíð havt tann vansa í mun til loftmiðlarnar og serliga til útvarpið, at tey skulu prentast áðrenn tey kunnu náa lesaran. Tað er ikki nógmikið við eini mikrofon á bløðunum. Greinarnar skulu skrivast og síðan skulu tær gjøgnum eina tekniska viðgerð, áðrenn blaðið liggur í blaðsølunum. Tøknin kemur ongantíð so langt fram at mannaheilin verður heilt útskiftur við eina teldu. Greinar skulu framvegis skrivast. Í framtíðini koma ivaleyst tól, sum kunnu týða røddina til skrivað orð. Tó vil altíð vera brúk fyri eini tungu fyri at siga orðini og aftanfyri tunguna ein heili. Fyri útisetarnar, ið dáma Sosialin, merkir útgávan á Internetinum at múrarnir rapla. Nú er ikki neyðugt longur at bíða eftir postboðnum og lesa vikugomul bløð. Vit útisetar fáa tað allarfeskasta nógv fyrri enn vanligi lesarin heima í Føroyum. Fjarleikin hevur ongan týdning longur og ikki verður neyðugt at senda pakkar við bløðum Internetið hevur sera stóran týdning fyri útisetar. Leitar tú á netinum, so er skjótt at síggja listar yvir føroyskar e-mail adressur og her eru mangir útisetar ímillum. Forpliktar Í dag ber so til at halda Sosialin sum internetavís, og tað merkir at útisetin kann fylgja við í Føroyum nógv betur enn fyrr. Men ein slík útgáva forpliktar eisini hjá blaðleiðsluni. Ein stórur trupulleiki fyri útisetar er júst, at føroysku fjølmiðlarnir hanga saman. Hevur tú ikki atgongd til allar, so fær tú ikki rættuliga fylgt við hvat hendir heima í Føroyum. Tá bløðini byggja víðari á søgur, sum loftmiðlarnir hava borið fram og tey ikki rættuliga ómakað sær at fortelja lesarunum hvat loftmiðlarnir søgdu, so er >>the missing link<< veruleiki. Faktaboksin, ein lítil kassi, ið tekur saman um eina søgu, eigur eisini at finnast á internetbløðunum. Eisini á InternetSosialinum. Miðskeiðis í sjeytiárunum hendi eitt líka so stórt frambrot sum í dag. Tá kom offsett tøknin til Føroya. Áðrenn og seinastu mongu hundrað árini hevði blýggið verið álitið. Síðan hevur menningin gingið skjótt, men síðan teldan fekk fast pláss í blaðhúsunum er rættulig ferð komin á. Fyri bert fáum árum síðan, so skuldi ein grein sum hendan gjøgnum fleiri hendur, áðrenn hon kom í blaðið. Hon skuldi fyrst skrivast av blaðfólkinum, síðan skuldi ein setari seta greinina. Frá setaranum fór hon til umbrótarin, áðrenn hon endaði í kjallaranum hjá trykkjaranum. Mynd skuldi eisini takast og hon skuldi eisini viðgerast áðrenn hon kom í blaðið.Við nýggju teldutøknini ber til at sita í Singapore og gera eina grein við myndum og øllum heilt klára og fáa hana í blaðið á jøvnum føti við blaðfólkið heima. Greinin verður send gjøgnum internetið saman við myndunum og fáa minuttir seinni ber so til at síggja hana á Internetsosialinum Størsta framstigið fyri blaðfólk við internetinum er, at nú kann tú senda myndir, sum tær lystir. At senda tekst gjøgnum telefonkaðal hevur verið gjørligt meginpartin av hesi øldini. At senda myndir hevur eisini verið gjørligt, men munandi torførari enn í dag. Ein tann fyrsta stóra reportasjan send gjøgnum kaðal var frásøgnin hjá Roald Amundsen, tá hann hevði funnið útnyrðingsleiðina norður um Ameriku í 5. desember í 1907. Fjarritið var uppá 1000 orð og kostaði 755.28 amerikanskar dollarar ella 5200 føroyskar krónur. Ein øgilig upphædd tá á døgum. Tað tekur ein minutt á Internetinum at senda eina opnu úr Singapore og heim til Sosialin og tá eru myndirnar við. Hvør tími á internetinum kostar umleið 12 krónur. Tað ber sostatt til at senda knappliga 60 opnur heim til Sosialin fyri 12 krónur.Hevði Amundsen vitað til sín. Internetið fer eisini at gera vanliga Sosialin munandi betri fyri lesaran í framtíðini. Blaðfólkini eru ikki longur so knýtt at blaðhúsinum fyri at skriva til blaðið. Tey kunnu arbeiða eins skjótt munagott og blaðfólkini í blaðhúsinum, líka mikið um tey eru stødd á Trøllanesi, á einum oljuboripalli, í Keypmannahavn ella hvar tað skal vera í heiminum. Edvard Joensen edvard@sosialurin Ungdómsguðstænasta í Havnar Kirkju Í annaðkvøld klokkan 20 verður ungdómsguðstænasta í Havnar Kirkju. Sverri Steinhólm, prestur, fer at prædika, og ungfólk fara at luttaka við tekstlestri og sangi Í annaðkvøld, hóskvøldið tann 27. november klokkan 20, verður ungdómsguðstænasta í Havnar Kirkju, har Sverri Steinhólm, prestur, fer at prædika, og ungfólk fara at luttaka við upplestri, sangi og tónleiki. Sverri Steinhólm, prestur, sigur, at hetta er fyrstu ferð, eitt tílíkt tiltak verður roynt í kirkjuni. Orsøkin til, at hann fer undir hetta, eru áheitanir. Bæði frá kirkjuráðnum og aðrastani. Hann sigur, at hann persónliga kundi hugsað sær hetta sum eitt afturvendani tiltak. Kanska einar tvær ferðir árliga. Tað verða ungfólk úr samkomum í Havn, sum fara at standa fyri saman við presti. Sverri Steinhólm sigur, at KFUM og KFUK verða við. Eisini verða tey ungu í Meinigheitshúsinum og í Oasuni, sum heldur til í bygninginum hjá Thomas Dam í Jónas Broncksgøtu, við í tiltakinum. Hetta eru ungfólk úr samkomuni í Hoyvík. Tað er soleiðis, at tey plaga at hava ungdómsmøti bæði í Meinigheitshúsinum og í Oasuni hóskvøld, men í báðum støðum er avlýst, orsakað av guðstænastuni í Havnar Kirkju. Sangluttøka verður úr samkomuni í Hoyvík. Magni Christiansen úr Kvívík fer at luttaka, eins og ungdómskór eisini fer at syngja. Stórur dentur verður lagdur á sangin, sigur Sverri Steinhólm. Fyrr hava tiltøk, sum líkjast hesum, verið í Vesturkirkjuni. Tað vóru tær sonevndu sangguðstænasturnar, sum vóru væl umtóktar. Hóast nógv verður gjørt burtur úr sangi, verður guðstænastan skipað við so at siga vanligari liturgi. Prestur fer at prædika, og einir tríggir sálmar úr Sálmabókini verða sungnir. Eisini verður annar felagssangur. Men tekstirnir, umframt inn- og útgangsbøn, verða lisnir av ungum fólki úr luttakandi samkomunum. Sverri Steinhólm sigur, at endamálið við hesi guðstænastuni er at samstarva innan kirkjuna. Hetta er ikki ætlað sum nakað alternativ til tær samkomur, sum longu framman undan eru, men sum eitt tilboð um samstarv millum hesar. Hóast guðstænastan serliga vendir sær til ungfólk, væntar prestur, at eisini tey tilkomnu fara at leita sær í kirkjuna í annaðkvøld. Aftan á guðstænastuna, verður farið oman á Sjómansheimið, har ein drekkamunnur verður at fáa. Vælkominá Netsosialin- til eitt tilboðí KT-samfelagnum Týsdagin varð Netsosialurin formliga tikin í nýtslu. Frá hesum degi kemur Sosialurin út bæði sum pappírsblað og á internetinum. Tvey media, annað fleiri hundrað ára gamalt - hitt eitt framtíðar medium. Hetta, at vit fara inn í eitt nýtt ártúsnd við einum heilt nýggjum miðli er vert at hugsa um. Við fyrsta eygnabráð kann tað tykjast kollveltandi, men tá vit hugsa okkum nærri um, so er hetta bert ein heilt natúrlig gongd. Hugsa vit um, hvussu lítið tøknin innan prentlistina hevur broytt seg, so er internetið í roynd og veru eingin kollvelting, men heldur at meta sum ein sjálvsøgd dagføring. Vit liva í eini internationaliseringstíð. Orsakað av teimum stóru broytingunum í kunningartøknini er heimurin vorðin sum ein bygd. Tað er skjótari at senda ein e-mail til Singapore enn eitt telefax til Gásadals. Heimurin er vorðin ein KT marknaður og kunningin stendur opin fyri øllum, sum hava førleika og ráð at nýta teir óavmarkaðu møguleikar, ið liggja á hesum øki. Vit líta at eini gongd, ið setir stór krøv til myndugleikar og vinnulív. Nýggja tøknin hevur at kalla óavmarkaðar møguleikar fyri sam- og fjarskifti millum borgarar og borgarar, millum borgaran og myndugleikarnar, millum myndugleikar og vinnulív o.s.fr. Nýggja tøknin setir stór krøv til undirvísingarverkið. Teir borgarar og teir partar av vinnulívinum, ið ikki megna hesa nýggju tøkni, gerast eftirbátar. Vit fáa A-borgarar og B-borgarar. Vit fáa A-fyritøkur og B-fyritøkur. Tað er tí neyðugt at økja og styrkja telduundirvísingina í skúlunum, men samstundis eiga vit tryggja, at hetta ikki gonur út yvir aðrar lærugreinir. Samfelagið eigur at tryggja ta neyðturviligu fjarskiftistøknina og útgerðina, meðan vinnulívið sjálvt eigur at ansa eftir, at íløgur og útbúgving fylgja við. Hetta setir eisini stór krøv til vinnulív og samfelag. Sosialurin tekur nú stigið inn í KT- og fjarskiftissamfelagið. Vit vóna við hesum fyrst og fremst at geva okkara brúkarum eina betri tænastu. Vit vóna við hesum at geva okkara landsmonnum í fremmandum londum og á skipaflotanum somu møguleikar sum borgarin heima hevur at lesa eina avís sama dag, sum hon kemur út. Vit vita væl, at útvarpið ber tíðindi til hesar somu bólkar, men tað er og verður ein grundleggjandi munur á hesum at hoyra tíðindi og at lesa eitt blað. Blaðið kanst tú goyma og tú kanst fordjúpa teg í blaðnum. Bløð og loftmiðlar eru grundleggjandi ymiskir miðlar og brúkararnir skal hava atongd til báðar hesar. Við Internetsosialinum fáa lýsarar okkara eitt einastandandi høvi at koma út til eina breiða fjøld av kundum. Møguleikarnir fyri at variera lýsingarnar eru stórir og møguligt er at røkka heilt nýggjum málbólkum. Afturat hesum koma teir nýggju møguleikarnir at kommunikera, at samskifta og fjarskifta við kundarnar. Sosialurin vónar, at lesarar og vinnulív taka væl í móti hesum nýggja tilboði. Eisini myndugleikarnir fáa við hesum heilt nýggjar møguleikar at kunna borgararnar. Kunning er ein fortreytin fyri menning og trivnað. Við hesum bjóða vit øllum vælkomin á Sosialin á internetinum og vóna at hetta okkara tiltak verður við til at lyfta Føroyar inn í næsta ártúsund, og at borgarar, vinnulív og samfelag við hesum hava fingið eitt av vónandi nógvum amboðum at taka ímóti teimum ómetaliga mongu og stóru avbjóðingum, sum nýggja ártúsundin ber í fangi. Jólahugni í Café Natúr Klokkan 17 seinnapartin byrjar stórt jólatiltak í Café Natúr á Áarvegnum í Havn. Livandi tónleikur verður at hoyra alt kvøldið. Bæði inni og úti. Millum annað fer Havnar Hornorkestur at spæla, meðan Spælimenninir eisini fara at spæla seinni um kvøldið. Til ber at fáa jólagløgg og holikøkur, so um tú hevur hug at hugna tær og taka jólini eitt sindur upp á forskot saman við familjuni ella starvsfeløgunum, ber til at gera hetta í Café natúr frá klokkan fimm seinnapartin í dag. Tiltøk KFUK og KFM, Tórshavn Hóskvøldið 27. nov. kl. 19.30 verður hugnakvøld í KFUK v/ Jonu Henriksen, skrivara. Evni: Søgan um Havnar KFUK. Opið hús er hvørt fríggjakvøld frá kl. 21-1 í KFUM. Rhema, Tórshavn Møti í kvøld kl. 20. Sunnudagin kl. 17: Sunnudagsskúli og møti. Øll eru vælkomin. Samkoman Immanuel Møti í kvøld kl. 20.30. Sjómanskvinnu- ringurin í Havn møtir í kvøld kl. 20 á Sjómansheiminum. Frelsunarherurin, Tórshavn Í dag kl. 16: Bøn. Hóskvøldið kl. 20: Heimaforbundið. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønarmøti. Mikukvøld kl. 20: Upp-byggingarmøti. Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti. Lívsins Orð Evangeliskt møti verður í kvøld við evangelistinum Óla Jákup Gaard Hansen. Biðið verður fyri sjúkum. Meinigheitshúsið á Skála Missiónsvikan heldur fram í kvøld kl. 20. Sverri Kass talar. Barnakórið á Skála syngur. Missiónsvikan heldur fram vikuna út. Haldórsvík Missiónsvikan byrjar hóskvøldið kl. 20.00. Malmberg D. Olsen talar, Bodil Olsen endar og Jóhan Petur og Rasmus syngja. Viðareiði Ungdómurin kemur saman í Missiónshúsinum leygarkvøldið kl. 20.30. Jóhan Hendriksen talar. Drekkamuður verður at fáa. Øll eru vælkomin! Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Felagið Tórshavn Sunnudagin 30. nov. verður gongutúrur út á Grótbrotið á Glyvursnesi. Farið verður frá >>Albert Hall<< á Argjum kl. 14. Havið góð og heit gonguklæði og ein kaffimunn við. Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl. 14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl. 14.30-16.30. AA-fundur Sporafundur verður í Havn í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Kaffistovan er opin frá kl. 14-19 hvønn dag uttan leygardag. Mánadag kl. 17- 19 er Dagur og Vika o.a. Týsdag kl. 17.30 er døgurði. Føroysk bløð liggja frammi. Døgurðamatur, fløgur, bond, bøkur og ullvørur eru m.a. at fáa á kaffistovuni. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29 Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Hósdagur 27. november 1997 Drelnes verður nú oljuútgerðarhavn Ætlanin er at stovna eitt føroyskt-danskt felag, sum skal byggja út og reka eina oljuútgerðarhavn á Drelnesi í Suðuroynni. Páll Vang, býráðsformaður sigur, at verður oljulógin samtykt í ár og tað kemur við í lógina, at allar veitingar í sambandi við oljuleiting skulu um føroyskan keikant, so verður farið undir at gera verkætlanina til veruleika longu í januar mánað. Og miðjað verður móti at vera klárur til at taka ímóti oljuvinnuni um gott eitt ár, tá leitingin fer í gongd. Nógv bendir á, at Drelnes verður fyrsta føroyska oljuútgerðarhavnin. Ein áhugabólkur umboðandi vinnulív á Tvøroyri og aðrastaðni í landinum hevur síðani apríl mánað í 1996 samráðst við eitt danskt felag um at gera eitt føroyskt-danskt frálandavinnufelag, ið skal byggja og reka eina útgerðarstøð á Drelnesi. Nógvar fyrireikingar eru gjørdar, og málið er komið so mikið langt, at endalig avgerð verður tikin, tá oljulógin, sum nú liggur í løgtinginum, verður samtykt. Tvøroyrar Kommuna hevur havt ein virknan leiklut sum kveikjari og sum tann, ið vil skapa fyritreytir fyri hesum. Ein av teimum, sum hevur verið við í fyrireikingunum er Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri. Hann sigur, at ein avgerandi fortreyt fyri at kunna seta á stovn eina útgerðarstøð í Føroyum er tann, at allar veitingar til og frá oljuøkinum fara um føroyskan keikant. Má við í lóg skal nakar gera íløgur Tað er ikki nokk, at hetta kemur at standa í treytunum til tey einstøku feløgini, sum fáa loyvi at bora á føroyskum øki heldur Páll Vang. -Um eitt felag skal gera stórar íleggingar, so má hetta kravið vera við í lógini. Tú kanst nevniliga ikki gera stórar íløgur, sum eru grundaður á, hvat ein tilvildarligur oljumálaráðharri kann finna uppá. At hann dag sigur, at nú skal alt um føroyskan keikant og tann næsta dagin sigur tað øvugta, ella at eitt felag skal og eitt annað ikki. Páll Vang sigur, at eingin kann gera milliónaíløgur við so stórari óvissu. -Tú kanst hvørki gera íløgur í eina supplyhavn út frá hesum manglandi fyritreytunum, og tú kanst heldur ikki seta virki á stovn, um tað ikki stendur krystallklárt í lógini, at alt skal um føroyskan keikant. -Men hví heldur tú hetta ikki er tikið við í lógaruppskotinum sum eitt krav! -Tað mugu tit spyrja teir, sum hava lagt uppskotið fyri tingið um. Men tað skuldi verið óneyðugt at gjørt hetta til nakran stríðsspurning. Tá danir t.d. byrjaðu við oljuni settu teir júst hetta sum treyt, at alt skuldi um danskan keikant, og ta treytina hava teir havt til ES-direktivið um javnbjóðis kapping kom í gildi. Tá fekk einki ES-land loyvi til at geva sær sjálvum fyrimunir, og tí varð hetta tikið úr lógini. Páll Vang vísir á, at tá hevði hetta ongan týdning, tí tá varð alt longu stovnsett í Esbjerg. Oljufeløgini -Men hvat heldur tú oljufeløgini siga til, at hetta verður sett í lógina sum ein treyt - kann tað vera við til at, tey halda seg aftur? -Oljufeløgini koma ikki á føroyskt øki fyri okkara skyld. Tey gera tað fyri at vinna pengar. Sjálvandi vilja tey brúka øll møgulig sjónarmið fyri at sleppa bíligast. Men tey oljufeløg, sum vit hava tosað við, siga, at tað er einki órímuligt í tí at seta eitt slíkt krav, tí slíkt krav møta teir nógva ymsa staðni í verðini. -Men er ikki vandi í tí, at vit við slíkum kravi kunstiga halda lív í føroyskum virkjum, sum tá ikki hava fyri neyðini at gerast kappingarfør, tí tey fáa arbeiðini kortini! -Orsøkin til at vit krevja, at hetta skal yvir føroyskan keikant er m.a. tann, at vit kunnu halda eyga við trygdini og umhvørvinum. Vit vilja gjarna síggja, hvat fer út á boripallarnar. Og vit vilja eisini síggja, hvat kemur í land aftur. Tí fer so og so nógv av kemikalium út , so er tað so og so nógv burturkast, sum skal inn aftur, so eg haldi vit eiga at brúka bæði trygdar- og umhvørviskrøv sum eina týðandi grundgeving fyri, at alt skal um føroyskan keikant. Hvat viðvíkur kappingarførinum so heldur Páll Vang, at tað ber til hjá útlendskum feløgum at etablera seg í Føroyum. Hann heldur annars, at tað stendur eitt sindur skeivt í lógaruppskotinum, tá tað verður sagt, at brúk skal gerast av føroyskum tænastuveitingum. -Tað skal bara standa, at alt skal um føroyska keikant. Hvør eigur virkini á landi í Føroyum kann møguliga verða líkamikið, men tað skal bara skapa arbeiðspláss í Føroyum. Alt til Aberdeen og Stavanger Páll Vang er annars sannførdur um, at skulu føroysku virkini vera við í gongdini, so mugu tey so sanniliga eisini vera kappingarfør. -Kemur hetta kravið ikki við í lógina, so koma allar veitingar at fara fram úr Aberdeen og úr Stavanger. Tað fer eingin veiting at fara fram úr Føroyum. Páll Vang heldur, at treytirnar mugu í nú, tí so mugu vit heldur slaka um eini 15 ár td., tá frálandavinnan á landi í Føroyum er útbygd. Drelnes vælegnað Páll Vang heldur annars, at Drelnes er vælegnað sum oljuhavn. Trongisvágsfjørður er góðkendur sum vetrarhavn, og har er siglandi í øllum veðri. Tað er stytsta farleið, um ein gongur út frá, at tað verður leitað í ein landssynning úr Føroyum. Ætlanin er at fremja eina ávísa útbygging á Drelnesi, sum skal vera í trimum stigum. Tað verður eitt privat felag, sum fer at standa fyri hesum. Kommunan verður ikki við annað enn tað, at hon hevur viðtikið at leggja økið av til oljuvinnu. Uppá fyrispurning um pláss er fyri fleiri útgerðarstøðum í Føroyum sigur Páll Vang, at hetta má vera upp til vinnulívið at meta um. Løgtingið má ikki blanda seg -Men hvat nú um tað verður arbeitt við at leggja eina útgerðastøð á Sundi og á Skálafjørðinum! -Tað skal standa øðrum frítt at gera, sum teir vilja Oljuvinna, havi eg skilt, er ein liberal og frí vinna, og tað verður so helst í fríari kapping, hvat besta plássið ella plássini eru til eina útgerðarhavn. Páll Vang vónar bara ikki, at løgtingið leggur seg út í hetta og sigur hvat skal og hvat ikki skal. -Eg haldi, at henda ætlanin eigur at fáa vælvild frá øllum Føroyum, havandi í huga, at fólkatalið í Suðuroynni er minkað við 20% seinastu 10 árini. So ætlar ein at reka ein landspolitikk ístaðin fyri ein sentrumspolitikk, so eiga ikki forðingar at verða lagdar í vegin. Páll Vang sigur, at verður oljulógin samtykt í næstum, so verður farið í gongd á Drelnesi beinanvegin, soleiðis, at útgerðarhavnin har kann verða klár til at taka í brúk, tá leitingin fer í gongd seinast í 98 ella fyrst í 99. -Drelnesbasin kann verða klárur, tá leitingin byrjar, soleiðis at tað ikki verður neyðugt heldur hjá landsstýrinum at geva undantøk í leitingarfasuni. Ágóðin eigur at falla til okkara Tað er púra í ordan, at útgerð til komandi oljuvinnu skal um føroyskan bryggjukant, heldur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Vilhelm M. Johannesen Í samband við oljulóggávuna er komið fram, at føroyskir politikkarar vilja hava útgerð til eina komandi oljuvinnu umskipaða um føroyskar havnir, áðrenn hon verður latin út á feltið. Hetta heldur Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag vera í lagi. Hann ivast ikki í, at vit klára saktans tað allarmesta, sum hongur við eini oljuvinnu. Hann hevur sjálvur fyri stuttum verið og vitjað norsku vinnuna, og tað einasta, hann var eitt sindur ivasamur um, var tað, sum hendi á sjálvum boripallinum. Alt annað klára vit sjálvir, heldur hann. Vilhelm M. Johannesen heldur tað vera rætt, at vit seta treytir við. >>Um eg fekk ein gest, sum vildi halda gildi inni hjá mær, hevði tað eisini verið eftir teimum húsreglum, sum eru galdandi inni hjá okkum,<< sigur hann. Vit eiga at brúka oljuvinnuna til at menna samfelagið Fáa vit vinning burtur úr oljuni eigur hann at verða brúktur til at sleppa okkum burtur úr uttanlandsskuldini og burtur úr tí eyðmýkjandi og mannminkandi stuðlinum frá danska statinum segði Óli Jacobsen, framsøgumaður hjá Verkamannafylking í samgongu undir orðaskftinum um oljulóg Jan Müller Millum framsøgumenninar á tingi tá uppskotið til oljulóggávu var til viðgerðar var eisini Óli Jacobsen úr Verkamannafylking í samgongu. Hann rósti teimum, sum høvdu arbeitt við uppskotinum og segði, at aftan fyri tað liggur eitt megnar arbeiði og vísti til tí stóru og drúgvu frágreiðingina hjá Oljuráðleggingarnevndini: -Tað tykist eisini sum at hædd er tikin fyri øllum hugsandi, sum kann hugsast at henda í eini oljuvinnu. Hetta arbeiði er gjørt av serfrøðingum á økinum. Tí mugu vit hava álit á, at framlagda uppskotið er tað, sum vit hava brúk fyri. Óli Jacobsen, sum herfyri var á kunningarferð í Noregi sum limur í Vinnunevndini, vísti til, at lógaruppskotið er eisini grundað á tær royndir, sum serliga norðmenn hava gjørt seinastu 30 árini. Hann vildi geva málinum eina góða viðgerð í Vinnunevndini og segði tað vera sera umráðandi, at ein samd nevnd kemur aftur í tingið, sum so samt kann seta út í kortið. Óli Jacobsen segði seg hava fingið nógv burtur úr ferðini í Noregi. -Tað mest áhugaverd har var, at allur norski oljupeningurin er við at gerast ein trupulleiki fyri landið. Stjórnin hjá Arbeiðaraflokkinum tapti jú valið herfyri, meðan Framburðsflokkurin var tann stóri vinnarin. Orsøkin til tapið hjá stjórnarflokkinum var, at hann helt aftur við at nýta burtur av oljupengunum, og var her serliga hugsað um støðuna hjá teimum eldru. Teir flokkar, sum nú hava fingið valdið, vilja samb. Arbeiðarafl. nú gjarða út. Tað verður spennandi at síggja, hvussu hetta fer at spæla av vísti Óli Jacobsen á og helt fram: -Nú skulu vit sjálvsagt ikki kanna okkum bitan fyrr enn han er svølgdur. Og oljuvinna kann vera sera ivasom. Men júst henda søtðan í Noregi sigur okkum, at oljupengar kunnu gerast trupulleiki, og vit eiga at fyrireika okkum uppá, hvussu vit vilja takla ein slíkan "trupulleika", um hetta kann kallast so. Royndirnar frá Noregi Óli Jacobsen brúkti ein part av síni røðu til at greiða frá støðuni í Noregi, eitt nú vísti hann á tann arbeiðsskapandi týdningin, sum oljuvinnan hevur fyri Noreg. Umleið 75.000 fólk arbeiða beinleiðis í oljuídnaðinum. Verða "ringvirkningarnir" tiknir við verður roknað við, at oljuvinnan har gevur 150.000 fólkum arbeiði. -Skulu vit sammeta hetta við føroysk viðurskifti skulu vit taka 1% av nevndu tølum, tvs. ávikavist 750 og 1500 fólk. Tað er eingin ivi um, at ein vinna, sum minnir um hetta vildi havt ein sera stóran týdning fyri okkara samfelag. Hon vil í hvussu er loysa stóran part av okkara arbeiðsloysistrupulleikum. Óli Jacobsen vísti á, at arbeiðsumstøður og lønarviðurskifti hjá fólkinum á boripallunum eru sera góð. Fyri at arbeiða 145 dagar árliga og 12 tímar um dagin er endalønin 360.000 kr. Tað gevur eina dagløn uppá 2.500 kr. Men lønin er ymisk og varierar frá 300.000 til 700.000 kr. So nógvir pengar eru annars í hesi vinnu, at norðmenn í dag bjóða donskum oljuserfrøðingum upp til 2 mill. kr. í ársløn fyri at virka har. Fyrireika okkum Óli Jacobsen helt annars, at tað fara at ganga nógv ár, áðrenn vit fáa nakra oljuvinnu. -Men hóast hetta mugu vit fyrireika okkum uppá, at fáa vit eina oljuvinnu, kemur hon at kappast við fiskivinnuna um manning. Og tá er sum er stórur munur á treytunum, sum kunnu bjóðast. Tingmaðurin, sum eisini er formaður í Føroya Fiskimannafelag, sammetti lønirnar í oljuvinnuni við tær í fiskivinnuni, har ein "normal" dekkaraløn á einum føroyskum fiskiskipi er 1000 kr. um dagin. Hetta er langt frá teimum lønum, sum eru á boripallunum. -Tað er tí umráðandi at fáa útvegað fiskimonnum slík kor, at freistingin ikki verður ov stór. Tí vit vita, at føroyingar og serliga fiskimenn eru mobilir, sum tað eitur. Hetta merkir, at tær kunnu lættliga fara út einum øki í eitt annað, um fortreytirnar eru fyri tí. Trygdin Hann helt annars, at vit hava nógv at læra av norðmonnum og vísti her til trygdina. Hetta er eitt øki, sum teir leggja alstóran dent á, og tann sannroynd, at tað er ein norðmaður, sum tekst við trygdarviðurskiftini á føroysku oljufyrisitingini helt Óli Jacobsen eisini vera ein trygd í sær sjálvum. Og hetta sæst so eisini aftur í uppskotinum til oljulóg. Fiskivinna og olja Óli Jacobsen helt fyri, at tað er gott, um vit kunnu fáa eitt bein meira at standa á umframt fiskivinnuna. Hann helt eisini, at ein oljuvinna kann geva okkum høvi til at minka um eina órentabla fiskivinnu. -Tað kann vera nakað um hetta. Men vit eiga at hugsa okkum um minst eina ferð, áðrenn vit faa at ofra okkara fiskivinnu til fyrimuns fyri oljuvinnuna. Tí hóast stórur partur av okkara fiskivinnu kann tykjast órentabul, so er hon í hvussu er í løtuni tað einasta, sum vit hava. Tingmaðurin vísti á, at ein oljuvinna kann vera til ampa fyri fiskivinnuna á fleiri økjum. -Og her er í hvussu er eitt øki, har vit ikki kunnu sammeta okkum við norðmenn, og hetta er viðvíkjandi støddini á havøkjum. Har kunnu vit bert hyggja eftir einum korti, so kann síggjast, hvussu stór øki norðmenn hava at ráða yvir, meðan vit hava okkara "neyðars grunanr", fyri at endurgeva J. F. Øregaard á sinni. Hetta merkir, at vit hava uppá seg nógv mikki pláss á sjónum og eisini á landi enn norðmenn. Óli Jacobsen vísti á dømi, har ein oljuvinna kann "hótta" fiskivinnuna, eitt nú seismiskt virksemi. -Tað verður ásannað, at slíkt virksemi ræðir fisk, meðan tað gongur fyri seg. Ein heilt uppløgd uppgáva hjá vinnunevndini verður at innkalla vinnuna at fáa greiðu á í hvønn mun hetta virksemið longu nú nervar teir, sum fiska. Eisini vísti hann á, at útgerð eitt nú rørleiðingar á havbotninum kunnu darva fiskiskapinum. Hann helt tað mundi vera tí, at menn eru vorðin klókir av skaða, at rættuliga umfatandi reglur eru gjørdar fyri endurgjald- og skaðabøtur til fiskivinnuna. -Hetta er útmerkað, og í tann mun sum eg framyvir veri formaður í Fiskimannafelagnum, verður tað spennandi at fáa ein leiklut í hesum. Tað er rættuliga umráðandi at fáa staðfest, at fiskimenn ikki verða fyri vanbýti í mun til reiðarar, tá endurgjald verður veitt. Men her í frágreiðingini er sera vísiliga ásett, at endurgjald skal býtast samb. sáttmálan millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini. Hetta vil í flestu førum geva eitt rættvíst býti. Avleiðingar fyri fiskivinnu Óli Jacobsen segði annars, at hann hevði játtað at vera við í eini verkætlan um samfelagsligar avleiðingar fyri fiskivinnuna av oljuvinnuni. -Tað er ongantíð ov skjótt at fara undir hetta. Tað eigur eisini at vera kannað, hvørjar aðrar avleiðingar, sum kunnu vera í samfelagnum av eini oljuvinnu, so tær ikki koma ávart á okkum. Hann vísti til, at í Noregi verða slíkar kanningar gjørdar, og tær eru ikki sørt áhugaverdar. -Sum eina møguliga avleiðing kann nevnast, at í Noregi fingu vit upplýst, at áðrenn oljuvinnan byrjaði var eitt ella tvey vertshús í Stavanger. Nú eru tey meira enn 100. Men um hetta hevði skapt størri trupulleikar við alkolismu vildu tey ikki vátta. Óli Jacobsen vísti annars á, at læra frá Noregstúrinum er m.a. tann, at vit skulu ikki leypa framav. Vit skulu í minst møguligan mun nýta oljupengar, sum ikki eru til, og heldur hann, at hetta er rætt at leggja sær í geyma. -Hóast tað kann vera freistandi, so mugu vit læra ikki at gjara út sum onkuntíð fyrr. Henrik Old úttalaði seg í Sosialinum herfyri, at hann óttaðist mest fyri, at vit fóru at fáa eina yvirupphiting í búskapinum, tí politikararnir fóru at gjara út sum fyrr. Hetta er púra rætt. Óli Jacobsen helt eisini, at vit eiga at læra av norsku royndunum við einum oljugrunni, har oljupengar verða spardir um til komandi ættarlið m.a. -Fáa vit vinning burtur úr oljuni, eigur hesin vinningur í ein heilt stóran mun at verða nýttur til tvey endamál. Annað skal vera at sleppa okkum burtur úr uttanlandsskuldini og hitt skal vera at sleppa okkum burtur úr tí eyðmýkjandi og mannminkandi stuðlinum frá danska statinum. Uttan mun til hvørt vit vilja vera í ríkisfelagsskapi við Danmark ella ikki, eiga føroyingar at vera samdir um, at vit eiga at fáa eitt samfelag, sum fíggjarliga skal hvíla í sær sjálvum og sum ikki skal vera heft av stuðuli frá øðrum. Framsøgumaðurin hjá Verkmannafylking í samgongu minti annars á, at oljan má ikki fáa okkum at missa allan realitetssans. -Í Norðsjónum høvdu teir borað 30 hol uttan at finna olju. Teir vóru líka við at gevast, men royndu tó kortini eina ferð aftrat, og tað eydnaðist. Men framvegis er tað so, at tað eru nógv fleiri boringar, sum einki úrslit geva enn tær sum geva olju. Tí mugu vit síggja í eyguni, at vit vita als einki um møguleikarnar á hesum øki fyrr enn olja er funnin í slíkum mongdum, at tað loysir seg at útvinna hana. Inntil tað er hent mugu vit finna okkum í, a taka ein dag í senn og at fyrireika okkum sum frægast. Ein góð byrjan er at geva hesum uppskoti ta viðgerð, sum tað hevur fyri neyðuni segði Óli Jacobsen. Landsstýrið ger okkum jólini ótrygg Fýra útróðrarmenn kunnu liva av somu fiskanøgd, sum ein maður við hvørjum partrolara skal hava, sigur Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna Meginfelag Útróðrarmanna kann undir ongum umstøðum siga frá sær vunnin rættindi. Har ímillum er núverandi inntøkutrygd, ið varð skipað sum mánaðarligur minstiforvinningur tá fiskidagaskipanin varð sett í gildi. Í týsdasblaðnum var ein grein um hetta evni sum møguliga kann misskiljast, men lesur tú hana alla er boðskapurin týðuligur. Tað ber til at gera skipanina bíligari uttan at fara við spariknívinum. Ein máti er at skapa fyritreytir fyri einum hægri prísi, ein annar er at skapa øktir veiðumøguleikar, tí sum útróðrarmaðurin so rámandi segði tað í Degi og Viku týskvøldið: Vit eru skerdir bæði ein og annan veg. Eitt annað, sum ikki hevur verið nógv frammi er tali av arbeiðsplássum sum útróðurin skapar. Vit vita at útróðrarflotin í 1996 veiddi 26000 tons undir Føroyum. Tað er nakað tað sama sum 33 partrolarar veiddu. 5 mans við hvørjum gevur 165 mans. Eg veit ikki nágreiniliga hvussu nógvir útróðrarmenn eru, men í skipanini við mánaðarligum minstaforvinningi eru 450 og taka vit so 200 afturat (tað er lágt sett), so hava vit 650 arbeiðspláss. Taka vit so og siga, at nakrir útróðrarmenn skulu yvir í hin partin av flotanum, sæst, at hvør maður, ið flytir yvir í t.d. partrolaraflotan skal hava fýra ferðir so nógv av fiski fyri at tryggja sítt nýggja arbeiðspláss. Ella er tað meiningin at útróðrarmenn bert skulu hava tað seinasta trygdarnetið hjá landinum at velja í? Meginfelag Útróðrarmanna hevur einki ímóti at vera við til at finna loysnir, og vit halda at okkara landsstýrismenn máttu havt okkurt annað at tikið sær til enn at gjørt jólini ótrygg við hóttanum í útvarpi og bløðum. Tað eru aðrir mátar at arbeiða uppá enn at blaka mál í nevnd við so trongum arbeiðssetningi at ein illa fær vent sær. Chris Jan Michelsen Sama veiða av svartkjafti 16. ársfundurin í Nevndini fyri Fiskiskapi í Landnyrðingspartinum av Atlantshavi (NEAFC) varð hildin í London í døgunum 18.-21. november 1997. NEAFC konvensjónin er frá 18. sept. 1980 og kom í gildi hin 18. sept. 1982 og avloysti avtaluna frá 1959 um fiskiskapin í landnyrðingspartinum av Atlandshavinum. Limalondini í dag eru 7 í tali og eru: Bulgaria, Danmark (vegna Føroyar og Grønland), ES, Ísland, Noreg, Polen og Russland. Endamálið við NEAFC er at verja og tryggja skynsama gagnnýtslu av fiskastovnum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum og at skapa eina rammu um millumlanda samstarvið fyri avvarðandi fiskastovnar. Konvensjónsøkið er fiskastovnar innanfyri fiskimørk hjá limalondunum fiskiskapur á opnum havi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. NEAFC hevur heimild at samtykkja viðtøkur (recommendations) fyri tað opna havøkið (altjóða sjógvur) um 1) fiskiskap, b) fiskiveiðieftirlit, og d) at savna inn veiðihagtøl. Limalondini hava rætt at mótmæla (objection proceedure) fyri viðtøkum NEAF's. Fundurin hesa ferð var merktur av teimum fyrireikingum, sum NEAFC hevði sett í verk til tess at felagsskapurin kann umsita fiskastovnarnar í Norður Eystur Atlantshavinum í tráð við broytingarnar í havrættarsáttmálanum (UNCLOS) frá 10. desember 1972, ST-semjuna um langt ferðandi og víða spjaddar-fiskastovnar (UN Agreement on Stradding fish Stocks and Highly Migratory Fish Stocks) frá 1995 og FAO avtaluna um fiskiskap við ábyrgd (FAO-Code of Conduct) frá 1995. Í hesum sambandi varð á seinasta ársfundinum í november 1996 samtykt at seta 2 arbeiðsbólkar at arbeiða við teimum mest týdningarmiklu spurningunum hjá NEAFC, sum eru framtíðin hjá felagsskapinum (Future of NEAFC) og umsiting og eftirlit við fiskastovnunum í altjóða sjógvi (Control and Enforcement). Bólkarnir hava havt 2 fundarumfør í ár. Úrslitini vóru framløgd á ársfundinum og ein arbeiðsætlan fyri 1998 varð samtykt soleiðis, at tilmælini frá arbeiðsbólkunum verða løgd fyri ein eykaársfund 29.-30. juni, sum skal samtykkja endaligu broytingarnar um framtíðina hjá NEAFC og um eftirlitsskipanina í altjóða sjógvi. Samtykt varð at seta ein nýggjan arbeiðsbólk at fáa til vega fleiri vísundaligar upplýsingar um ferðingarmynstrið fyri makrel og svartkjaft og at gera uppskot um, hvussu fiskiskapurin eftir hesum báðum fiskasløgum kann koma undir umsiting við ásettum MLV og býti millum limalondini. Bólkurin skal fara undir hesa fyrireikinga rí mars 1998 og skal leggja úrslitið fyri eykaársfundin í juni 1998. Ársfundurin viðgjørdi ta árligu ráðgevingin frá ICES (AFCM) um fiskastovnarnar undir NEAFC. Nógvir spurningar vóru svaraðir av AFCM, har serstakliga spurningar um kongafiskin í Irmingarhavinum, norðhavssildina og um makrel var umrøddur. NEAFC setti upp nýggjar og framhaldandi fyrispurningar til ECES um ráðgeving. NEAFC ásetti skipanina fyri fiskiskapinum í altjóða sjógvi eftir norðurhavssild grundað á strandalanda avtaluna gjørd í Oslo tann 28. oktober 1997 fyri fiskiárið 1998, sum ásetur MLV'ið til 1,3 mió. tons. Ásett varð, at av hesum kunnu 102.000 tons veiðast í altjóða sjógvi í 1998, sum verða at býta soleiðis: Danmark (vegna Føroyar og Grønland) 20.000 tons. ES 20.000 tons. Ísland 20.000 tons. Noreg 20.000 tons Russland 20.000 tons Onnur, herundir Polsen 2.000 tons. Fyri kongafiskin í Irmingarhavinum ásetti ársfundurin, at mest loyvda veiða skal verða 153.000 tons í 1998, og at býtið skuldi verða soleiðis: Danmark (vegna Føroyar og Grønland) 40.000 tons. ES 23.000 tons. Ísland 45.000 tons. Noreg 6.000 tons. Polen 1.000 tons. Russland 36.000 tons. Onnur 2.000 tons. Úrslitið varð samtykt við atkvøðugreiðslu og er tað sama sum fyri 1997. Mest loyvda veiða av svartkjafti varð ásett til 650.000 tons, sum er tað sama sum í 1997 og samsvarar við ráðgevingina. Einki býtið er ásett fyri svartkjaft, men verður hesin spurningur nú tikin upp grundað á arbeiði í arbeiðsbólkinum og úrslitinum frá fiskifrøðingum. Fisksikapurin á djúpum vatni varð eisini viðgjørdur og samtykt varð at gera eina betri fráboðanarskipan fyri hesa veiðu. Í føroysku sendinevndini vóru Kaj P. Mortensen, fiskivinnustjóri, Andras Kristiansen, fiskivinnufulltrúi, Hjalti í Jákupsstovu, Fiskirannsóknarstovan, Djóni Weihe, Fiskiveiðieftirlit, og Jákup Sólstein fyri Føroya Reiðarafelag. Á fundinum hjá NEAFC í London vóru innanhýsis fundi rmillum Føroyar/Grønland og Føroyar/Ísland um sínámillum fiskivinnu viðurskiftir. Vágafólk fáa Moirae Rcokbólkurin Moirae spælir nýggj løg í Sørvági leygarkvøldið Leygarkvøldið fáa vágafólk Moirae. Føroyski rockbólkurin við tí tiltikna sangaranum Terja Rasmussen á odda, fer leygarkvøldið at spæla til dans í Sørvági. Moirae er í góðari venjing eftir ferð til Finnlands og Danmarkar, og leygarkvøldið er fyrstu ferð at teir spæla til eitt størri tiltak eftir at teir hava vant nýtt repertoire. Undan ferðini til Finlands og Danmarkar vandi Moirae nógv nýggj løg, og teir eru væl fyri, nú teir skulu undirhalda vágafólki. Moirae spælir vanligu blandingina av hørðum og kontantum rocki og onkrum friðarligari lagi. Nýggj løg, sum limirnir í bólkinum hava smíðað, eru á skránni, og eisini spæla teir gomul løg hjá Føstufressum. Kopiløg hjá kendum útlendskum tónleikarum eru eisini tikin við. ADJ-Sound fer at syrgja fyri, at bæði ljóð og ljós eru í topp, og tí stendur einki í vegin fyri einum rimmar dansikvøldi í Sørvági. Tað er 10. flokkur í Sørvágs Skúla, sum skipar fyri dansinum leygarkvøldið. Flokkurin er boðin til Íslands at vitja ein 10. flokk næsta summar, og tí ræður um at savna pening til ferðina. Í Moirae spæla nú sum áður Terji Rasmussen, sum er frontfigururin við orku sum eitt heilt fótbóltslið, Hjalti Joensen, sum spælir gittar, Kaj Johannesen, sum slær á trummurnar, Kim Hansen, sum spælir keyboard, og Mikkjal Joensen, sum spælir bass. Safir: Vit hava hug til nýggja fløgu Fríggjakvøldið fer Safir at framføra nýggjar sangir í Keypmannhavn Fyri fyrstu ferð í longri tíð fer føroyski vísu- og poppbólkurin Safir á pallin aftur. Tað hendir, tá teir fríggjakvøldið fara at spæla í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Tað verða ikki bert gomlu og kendu løgini, sum eru á skránni hetta kvøldið, tí Safir hevur gjørt nógvan nýggjan tónleik, síðani teir komu við síni tiltiknu fløgu í fjør, og fleiri av hesum sangum verða spældir fyri fyrstu ferð í Keypmannahavn í annaðkvøld. ­Vit ganga við tankum um at gera eina nýggja fløgu, men um hesir tankar gerast veruleiki, er óvist, sigur Tór Verland Johansen, sum saman við Janus Trúgvason myndar bólkin Safir. ­ Tað er rættiliga kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi at fara í holt við eina nýggja fløgu, men eg kann ið hvussu so er vissa um, at vit hava bæði hug og tilfar til eina fløgu afturat. Hava vitja í Noregi og Finlandi Í mai mánaði í ár var Safir føroyskt umboð á eini tónleikastevnu, sum varð sjónbandað og víst í norska sjónvarpinum NRK umframt nógvum øðrum europeiskum londum. Og í oktober mánaði var bólkurin í Finlandi, har teir spældu til konsert í svenska teatrinum í Helsinki. Salurin, sum tók 100 fólk, var nærum fullsettur til konsertina. Á hesi ferðini til Helsinki, varð ein sending gjørd um Safir og Føroyar í finska útvarpinum, og føroyska duoin spældi tvey løg beinleiðis í hesi sending. Tað er eftir hesa ferðina, at Safir eru bidnir um at koma til Keypmannahavnar at spæla aftur. Teir báðir í Safir eru annars búsitandi í Århus. Konsertin í Føroyahúsinum verður í annaðkvøld frá klokkan 21.00. Nú er klárt at bjóða fólki inn á gólvið Vónandi verða húsini klár at taka í brúk um eitt ár Tey hava arbeitt í fleiri ár uppá húsini. Og nú er loksins komið so langt, at tey tey halda, at tey kunnu koma sær at bjóða fólki inn á gólvið at síggja. Tað eru gomlu doktarahúsini, kommunuskrivstovan, brumman v.m. á Tvøroyri, vit tosa um. Fyri skjótt nógvum árum síðani fekk fornminnafelagið á Tvøroyri hesi húsini at varðveita. Síðani hevur verið arbeitt uppá at gera tey ístand. M.a. eru tey flutt eina húsabreidd oman frá vegnum. í sambandi við langa leygardagin á Tvøroyri í ovurmorgin, verður húsið opið fyri almenninginum frá klokkan 2 til klokkan 6. Vælkomin við lutum Ætlanin er, at húsini skulu blíva eitt bygdarsavn við ymsum gomlum av Tvøroyri í. Jonny Dimon, sum er ein av nevndarlimunum í fornminnafelagnum sigur, at enn eigur felagið ikki stórvegis av gomlum lutum Men tey hava fingið tilsøgn um ein hóp av lutum frá fólki. Men enn eru lutirnir ikki komnir longur enn til at teir eru skrásettir, tí enn hevur felagið ikki havt møguleikar at varðveita teir. Jonny Dimon sigur, at eru tað fólk, sum hava ymiskt gamalt liggjandi, tey vilja hava varðveitt, og sum tey vilja lata bygdarsavninum, eru tey vælkomin at taka tað við í húsið leygardagin. Ella tey kunnu siga siga frá, hvat tey hava. Hon sigur, at ikki minst sóknast tey eftir einum gomlum stovuovni. So hevur nakar ein slíkan standandi, hevði hann verið kærkomin gáva. Ein gomul bygdarmynd Hesi gomlu húsini, sum fornminnafelagið nú hevur fingið at varðveita, eru ein gomul bygdarmynd á Tvøroyri. Og tey hava eisini havt sín týdning í bygdini. Tey eru bygd mitt í farnu øld til doktarahús. Men síðani hava tey verið brúkt til alt møguligt: kommunuskrivstovu, politistøð og brummu, skúla og bókasavn. Tá ið doktarin húsaðust í húsunum, var eisini apotek í húsunum. Men tá var ikki nógvur heilivágur og tað sæst aftur á apotekinum, tí tað var lítið, ikki meiri enn tvær ferðir tveir metrar hvønn vegin, ella einar fýra fermetrar íalt. Men húsini hava verið ómetaliga stór og stásilig eftir tátíðar viðurskiftum. Tí enn í dag teljast tey ímillum tey størstu húsini á Tvøroyri. Og fínt hevur verið inni. M.a. høvdu tey baðiverilsi á loftinum. Har inni sæst farvegurin eftir onkrum, tey halda hevur verið brúsa, og tað man hava verið fáum beskorið tá á døgum. Út við teimum arbeiðsleysu í Havn! Ung fólk í Havn, sum einki arbeiði hava, skulu fáa sær tænastu úti á bygd. Tey, ið nokta, verða sett í gapistokk ella í fongsul So hørð vóru korini til fyri hávltannað hundrað árum síðani, skrivar Ólavur Clementsen í BIRTING, sum júst er útkomin. Í yvirlitinum yvir traðarsøguna í Havn skrivar hann eisini um, hvussu ónæriligir einstakir bøndur kundu vera móti traðarmonnum. Ósemja elvdi eisini til, at bóndin í Bø í Vík flutti suður á Langasand og bygdi har í 1839. Sverri Egholm skrivar um hesi niðursetufólk og eftirkomarar teirra. Sagt verður eisini frá tí tiltikna Jógvani á Langasandi, ið sum tann einasti kom livandi frá bátsvanlukku á Norðhavinum í 1905. >>Til Havnar við lummalykt<< eftir Johs. Andr. Næs er eisini um søgulig minni. M.a. verður sagt frá tí sera hættisligu ferðini, tá ið hvalbingar settu upp í Dímun við Rønne presti. Nú 60 ár eftir at forboð varð sett fyri at taka havhestaungar, hevur Erling Poulsen skrivað um hesa veiðu. Tá ið teir byrjaðu at taka havhest í undanfarnu øld, tordu vágbingar ikki at seta hann, men lótu eina deyðkomna gamla konu fáa nakrar bitar fyrst. Teir hugdu dúgliga inn til hennara, tá ið hon var sovnað, >>eins og vanligt var at gera, tá ið lík stóð undir børu. Men tá ið hon morgunin eftir vaknaði og var væl fyri, vóru menn á einum máli um, at hesin fuglur kundi væl etast<<. >>Ísmál<< eitur merkisverd søga eftir Marionnu Debes Dahl. Heine Hestoy hevur skrivað krimisøguna >>Óboðin ferðamaður<<. >>Slánurin<< eftir Sverra Egholm er um smádrong á bygd í 1930-árunum. Unga skaldið Sámal K. Jacobsen hevur skrivað søguna >>Gleðisdagur<< - um kærleika sjálvandi. Javnaldur hansara, Høgni Magnussen, yrkir somuleiðis um erotikk. Tønnes Mikkelsen og Heri Kragesteen hava hvør sín sang, sum teir eisini hava gjørt lag til. Umframt striku- og fotomyndir eru tekningar eftir: Tove Askham, Edward Fuglø, Billu Sondum, Hjalmar D. Apol og Flemming Samuelsen. Permuna hevur Rasmus Rasmussen skrýtt við litføgrum klippi úr Bø og ímóti Tindhólmi. Hetta er 9. árið, at teir báðir Sverri Egholm og Niels Nattestad geva út BIRTING. Prentarbeiðinum hava Hestprent og Estra tikið sær av. BIRTING er 48 síður og kostar 70 kr. eintakið. Fara aftur at tosa um seyð í býráðnum á Tvøroyri Býráðið hevur samtykt at seyður skal ikki ganga leysur í býnum. Men nú skal málið til viðgerðar einaferð Seyður, sum gongur leysur í býnum er eitt hitt frem kjakevnið ímillum tvørafólk. Nógv fólk ilskast inn á, at seyðurin er til stóran ampa. Onnur krevja, at hann skal varðveita vetrarbitið óskert. Men so nógv ganga tvørafólk uppí málið, at tað frættist, at fólk eru farin at ganga hús úr húsi við lista, sum fólk kunnu skriva seg upp til býráðið um at beina seyðin burturúr úr býnum. Seinastu tíðina hava eisini fleiri lesarabrøv verið í bløðunum um hetta. Málið er ikki ókent í býráðnum, tí í fjør samtykt at seyðurin skuldi beinast úr býnum. Men síðani hevur kommunuval verið, og nýtt býráð er valt, og Páll Vang, býráðsformaður, sigur, at hann fer at leggja málið fyri býráðið einaferð afturat. Ætlandi skuldi málið leggjast fyri á fundi í kvøld. Men seinast, vit frættu, var líkt til, at hann varð útsettur til mánakvøldið. Tá ið vit spyrja Páll Vang, hví málið skal fyri aftur, táið tað er samtykt einaferð, sigur hann, at nú er nýtt býráð valt og hann vil fegin hava tað at taka støðu til tað eisini. Av Sevmýri til elverkið Páll Vang sigur, at tað, býráðið ætlar, í hvussu so er í fyrstu syftu, er at fáa seyðin úr tí fjølbygdasta partinum av kommununi. Tað vil siga, at ætlanin er at fáa seyðin úr býnum av Sevmýru, vestur til áraka elverkið, ella har á leið. ­ Kommunan er stór, og húsini standa spjødd, so vit gera okkum ongar vónir um at fáa friða alla kommununa fyri seyð. Hinvegin kann tað eisin vera neyðugt at gera ymsar loysnir fyri ymsar partar í kommununi. T.d. er Øravík bóndabygd, og tað er ikki vist, at tey eru áhuga í at fáa seyðin burt. Sama er galdandi í Froðba. Páll Vang, sigur ,at áðrenn hetta letur seg gera, mugu samráðingar verða við hagarnar um endurgjald fyri mist vetrarbit. ­ Arbeiðið er ígongd. Býráðið hevur gjørt tær fyribils metingar, at tað fer at kosta kommununi um 500.000 í endurgjaldi til hagapartarnar. Síðsti prísurin var 2,75 fyri fermeturin. Men afturat tí eru útreiðslur til stik, rulluportur o.a., og tað kostar eisini nakrar hundrað túsund. Páll Vang sigur, at tá ið seyðurin er fingin úr miðbýnum av Sevmýri, inn til Trongisvágs, má umhugsast, hava skal gerast við kommununa annars. Verður helst krav Páll Vang sigur, at hann hevur varhugan av, at mesta fólkið vil hava seyðin úr býnum, hóast tað eisini eru mong, sum vilja varðveita vetrarbiti. Sjálvur ivast hann ikki í, at sum fralíður verður tað krav, at býurin verður friðaður fyri seyð. ­ Tað sær ikki gott út at hava seyðin malandi ímillum fiskakassarnar niðri á flakavirkinum. Talan er um matframleiðslu, og tað ber ikki til at hava seyð malandi har, sigur Páll Vang. ­ Býráðið er sinnað at finna eina loysn á trupulleikanum og eg rokni við, at samráðingar verða við hagapartarnar fyrst í komandi ári, sigur Páll Vang. Seyðarhøvd og sangur Føroyska vikan, sum hildin varð í Løgten / Skødstrup norðan fyri Århus fyrr í mánaðinum, eydnaðist óføra væl, siga fyrireikararnir Keypmannafelagið í Løgten/Skødstrup skipaði í døgunum 1. til 9. november fyri føroyskari viku. Og tiltakið eydnaðist heilt væl, siga fyrireikararnir. Eitt av tiltøkunum hesa vikuna, var eitt kvøld við føroyskum mati á Løgten Kro, sum varð rættiliga væl vitjað, skrivar Lokalavisen Djursland og Kalø Vig. Blaðið sigur, at har vóru komnir nógvir føroyingar, summir langvegis frá. Og føroyskt undirhald var eisini á palli. Kallakórið Quaduilt úr Århus, Ingun Simonsen og bólkurin Safir stóðu fyri sanginum. Hálvi føroyingurin, Jan Haugaard, samskipaði tiltakið. Í litføgrum vendingum rósti hann føroyska matinum, sum settur varð á borðið hetta kvøldið. Hóast kokkarnir, sum stákaðust, báðir eru danir - og báðir eita Uffe - er hvørgin teirra ókendur við Føroyar og føroysk viðurskifti. Teir hava báðir verið kokkar við føroyskum skipum, og annar teirra, Uffe Christensen, hevur føroyska konu og hevur búð í fimm ár í Føroyum. So hjá teimum var eingin trupuleiki at kóka grind ella seyðarhøvd til teir umleið 130 gestirnar. Umframt varð eisini borðreitt knettum, turrum kjøti, rullupylsu og annars øllum, sum fekk vatnið at renna úr tonnunum á svongum føroyingum. Onkur var, skrivar Lokalavisen, sum helt, at luktirnir í føroyska køkinum vóru ørðvísi, enn tey vóru von við. Men hvussu var og ikki, varð dúgliga etið, skrivar blaðið. Esini onnur tiltøk vóru, sum vera man, hesar dagarnar. Føroyskur dansur plagar ikki at sláa falskar mentur. Og tað gjørdi hann heldur ikki hesaferð. Eini 125 fólk vitjaðu dansikvøldið. Og tað var dupult so nógv, sum væntað. Vikan endaði við guðstænastu sunnudagin, har Marit Kjærbo, prestur, sum er ættað úr Fuglafirði, prædikaði. Føroyskt umboð í Brüssel Landsstýrið hevur sett 27 ára gomlu Esther Dahl av Oyri í starvið sum Sendimaður Føroya í Brüssel. Áðrenn hon fer til Brüssel at starvast, skal hon vera eina tíð í Tinganesi og Uttanríkismálaráðnum Landsstýrið hevur sett Esther Dahl av Oyri í starv sum Føroyskur sendimaður í Brüssel. Esther Dahl er 27 ára gomul og hevur útbúgving frá Odense Universiteti. Hon varð liðug í apríl mánaða í ár. Har hevur hon lisið altjóða búskap, har ES viðurskifti eru ein natúrligur partur. Eisini hevur hon lisið mál við fronskum sum høvuðsgrein og enskum sum síðugrein umframt, at hon eisini hevur lisið samráðingarfrøði. Esther Dahl sigur við Sosialin, at hetta starvið tykist passa væl ta útbúgving, hon hevur, og hon gleðir seg til at byrja. Esther Dahl sigur, at starvið er spildurnýtt, og hon skal sjálv vera við at byggja tað upp. Annars sigur hon, at enn er alt so ókent, at hon hevur ikki hug at gera fleiri viðmerkingar. Hon tekur við nýggja starvinum tann 1. januar 1998, men fer helst ikki til ES-høvuðsstaðin fyrr enn einaferð mitt í komandi ári. Tað tekur tíð at seta seg inn í slíkt starv. Hetta er umfatandi og sera spennandi starv, sum skal byggjast upp frá grundini. Fyrstu tíðina í starvinum fer Esther Dahl at starvast á Løgmansskrivstovuni í Tinganesi. Tað eru nógv ymisk viðurskifti, ein skal seta seg inn í, tá ein skal byggja slíkt embæti upp. So nakað væl av tíð fer at verða brúkt til at ferðast runt í Føroyum at vitja og kunna seg um føroyskar stovnar og fyritøkur. Umráðandi er at kenna føroyska tørvin á vitan um viðurskifti, ið hava við Europeiska Samveldið at gera. Eftir at hava verið í Føroyum eina tíð, er ætlanin, at hon skal halda fram í danska Uttanríkismálaráðnum fyri har at kunna seg um onnur ting, sum hava við starvið at gera, áðrenn hon í miðjum komandi ári fer til Brüssel, verður sagt í tíðindaskrivi frá Løgmansskrivstovuni. Skaði steðgaði Absalon Eysturoy Badminton: Hevði skaði ikki sent hann úr kappingini, eru tað fleiri, ið halda, at Absalon Eysturoy hevði verið gott boð til finalist í Tórshavn Open Tað gjørdist ikki sørt spennandi í Badmintonhøllini leygardagin, tá tað eydnaðist tí unga Absalon Eysturoy at vinna á veteraninum Jákup Midjord, og harvið senda hann út úr kappingini, ið fór fram eftir cup-skipanini. Absalon spældi seg fram ímóti semi-finaluni, har hann kom ímóti Gunnar Gregoriussen. Men so var Absalon so óheppin at fáa ein skaða sum gjørdi, at hann noyddist at gevast, og tað hevði so við sær, at Gunnar hevði fingið pláss í finaluni. Annars var Absalon mest spennandi spælarin leygardagin, og fleiri vóru tey, ið hildu, at um hann ikki fekk handan skaðan, kundi hann lættliga sent Gunnar úr kappingini, og enntá hótt Erland í finaluni. Men hetta verða bert tankar, tí sum sagt fekk Absalon skaða, so hann kom ikki víðari til finaluna. Finalan Í finaluni kappaðust Gunnar Gregoriussen og Erland Poulsen, báðir úr HBF. Fyrsta settið var sera javnt, teir skiftust um at liggja á odda og vera javnir, til støðan var 13-13. Síðstu løtuna av hesum settinum gekk betur hjá Gunnari, sum vann settið 18-15. Men í øðrum setti gekk betur hjá Erland, sum vann trygt 15-5. Triðja settið varð javnari, hóast Erland lá framman fyri alla tíðina. Hetta settið endaði 15-11 til Erland Poulsen, sum harvið hevði vunnið Tórshavn Open 1997 fyri menn. Kvinnur Hjá kvinnunum var enn eina ferð talan um lokaluppgerð á Strondum, og hesa finaluna vann Ingun Hansen trygt á Borglis Fagradal við settúrslitunum 11-8 og 11-6. Annars vóru úrslitini hesi: Gentur undir 10 ár 1. Jenny Nielsen, VÍF 2. Christina Ericsen, VÍF Gentur 10-12 ár Jenny Nielsen vann finaluna á Lis Christoffersen Hansen, báðar eru úr VÍF, við settmuninum 11-2 og 11-1. Gentur 12-14 ár Elin Hansen úr HBF vann í finaluni á Jenny Niclasen úr ÍF við settmuninum 11-5 og 11-5. Gentur 14-16 ár Karin Hansen úr HBF vann finaluna á Marit Mortensen, eisini úr HBF, við settúrslitunum 12-10 og 11-6. Kvinnuunglingar Bjørg Poulsen vann finaluna á Duritu Mikkelsen við settunum 6-11, 11-8 og 11-3. Tær eru báðar úr HBF. Dreingir undir 10 ár Niclas Eysturoy úr HBF vann finaluna á liðfelaga sínum Eli Fróða Hansen við úrslitinum 11-1 og 11-0. Dreingir 10-12 ár Í finaluni vann Thomas Rubbeksen, HBF, á Gunnar Poulsen, HBF, við settúrslitunum 11-8 og 12-10. Dreingir 12-14 ár Bjartur Lamhauge úr HBF vann finaluna á Hanus Eliasen úr ÍF við settmuninum 15-5 og 15-8. Dreingir 14-16 ár Aksel Poulsen úr Havnar Badmintonfelag vann finaluna á Bjarka Hansen úr sama felag við settmuninum 15-5 og 15-4. Mansunglingar Eisini hetta var ein lokaluppgerð í Havnar Badmintonfelag. Jørgin Enghamar vann á Christian E. Andreasen við settunum 15-8 og 15-11. B36 fær 1/4 millión frá UEFA Fótbóltur: UEFA hevur nú býtt inntøkurnar frá Intertoto-Cup, og føroyska umboðið í kappingini fær 55.000 sveisarfrankar Europeiska fótbóltssambandið UEFA hevur nú býtt inntøkurnar, sum komu frá Intertoto-Cup kappingini seinasta summar. Eitt føroyskt felag var við í hesi kapping, og fyri tað luttøkuna fær B36 55.042 sveisarfrankar, sum svarar til stívliga 250.000 krónur. Samanlagt sendir UEFA í hesum døgum út fleiri enn 30 milliónir krónur til tey europeisku fótbóltssambondini, sum høvdu lið við í Intertoto-Cup. Býtt verður eftir einum serligum býtislykli, sum sigur, at 65% av øllum inntøkunum fara til feløgini at býta, UEFA skal hava 25% til umsitingina og 10% fara í ein serligan trygdargrunn. Tær góðar 30 milliónir krónurnar, sum feløgini fáa at býta, verða býttar soleiðis, at 4/5 fara til feløgini, sum hava forvunnið hesar pengarnar, meðan 1/5 er ein sokallur solidaritetspartur, sum verður býttur til øll londini, alt eftir hvussu nógvar dystir tey hava spælt. Tá alt kemur til alt, er tað ein kvart millión krónur til føroyskan fótbólt, og teir pengarnir hava beinleiðis adressu til felagskassan hjá B36. Luttøka ber seg ikki Men tað eru ikki bert inntøkur í Intertoto-Cup, tí slík luttøka kostar eisini nógvar pengar. ­ Intertoto-Cup luttøkan gevur ongantíð yvirskot, tí tú skalt spæla fýra dystir í kappingini, og tað kostar pengar bæði at fara utanlands at ferðast og at leiga vøllin á Toftum, sigur formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, sum mánadagin fer frá sum formaður í meistarafelagnum. ­ Hjá okkum var støðan serlig, tí vit løgdu eina venjingarlegu í hølunum á dystinum í Grikkalandi, og tí gjørdust útreiðslurnar størri enn um vit ikki høvdu gjørt tað. Men hugsa vit okkum, at vit høvdu gjørt alt uppá bíligasta máta, so høvdu 250.000 krónur ikki verið nóg mikið til at gjalda allar útreiðslurnar í sambandi við Intertoto-Cup dystirnar. Av tí at B36 í góðari tíð hevði gjørt ætlan um venjingarlegu uttanlands, høvdu teir eisini skipað fyri tiltøkum fyri at skaffa pengar, og samanlagt er ikki talan um undirskot fyri felagið av Intertoto-Cup luttøkuni og venjingarleguni. B36 fekk pengar frá Tipstænastuni B36 fekk 50.000 krónur frá donsku Tipstænastuni, sum brúkti onkrar av Intertoto-Cup dystunum hjá B36 á tippiseðlanum og í øðrum spæli. Hesir pengar eru eingin trygd hjá føroysku felagnum at fáa, og orsøkin til, at B36 fekk hesa upphædd var, at teir vóru støðufastir og hildu seg hava rætt til eina peningaupphædd, eftir sum Tipstænasta brúkti teirra dystir Í Danmark er ein skipan galdandi sum ger, at donsku feløgini fáa pengar frá Tipstænastuni gjøgnum DBU, og eingin líknandi skipan er fyri Føroyar. ­ Tað er einki at fjala út yvir, at tann altjóða luttøkan, sum loysir seg best, er hon hjá meistaraliðnum, og tí verður tað serliga spennandi hjá B36 næsta ár, sigur Kristian á Neystabø. Luttøkan hjá meistaraliðnum kastar meiri pengar av sær enn hjá hinum liðnum, og áður hevur GÍ fingið meiri enn eina millión krónur fyri luttøku kapping hjá UEFA. Sosialurin eins væl fyri og Jyllands Posturin og hini At hevja seg á internetinum er ikki fyrst og fremst ein spurningur um pening, men ein spurningur um evni og vitan, segði Poul Henrik Poulsen, marknaðarleiðari á Telefonverkinum m. a., tá hann ynskti Internet Sosialinum tilukku Poul Henrik Poulsen umboðaði Telefonverkið á samkomuni týsdagin Eg vil fyrst, vegna Telefonverkið, ynskja Sosialinum tillukku við tíðindablaðnum á Internetinum. Hetta er avgjørt eitt tiltak, sum er við til at seta Føroyar á heimskortið, økja virðið á Internetinum, og gera tað til ein seriøsan miðil og arbeiðsamboð hjá einstaklingum og virkjum. Internetið er ein samskiftismiðil, á sama hátt sum fjølmiðlar og telefonin. Tann heilt stóri fyrimunurin fyri føroyingar er tó, at her hava vit møguleika fyri at kappast á jøvnum føti við onnur lond og aðrar fyritøkur, hóast hesar eru ómetaliga nógv størri og sterkari. T. d. hevur Sosialurin eins góðar møguleikar sum Politiken, Jyllands Posten og hini bløðini, sum vit vanliga lesa á internetinum. Tað sama er fyri so vítt galdandi fyri allar føroyskar fyritøkur. At hevja seg á internetinum er ikki fyrst og fremst ein spurningur um pening, men ein spurningur um evni og vitan. Vit skulu sjálv fíggja tøkniligu menningina Ofta fært tú ta fatan, at vit í føroyum eru aftalaga í fjarskifismenningini. Vit fáa javnan nýggju tøknina seinni enn tey mest framkomnu londini. Tað er tó eingin sjálvfylgja, at eitt lítið samfelag sum okkara hevur sattelitsamband og altjóða fipursamband, digitalar støðir og fartelefonútbreiðslu sum umfatar stórta partin av landinum. Samanbera vit okkum við Danmark, skulu 43.000 fólk í Føroyum fíggja somu tøkniligu menningina sum 5 mió. fólk í Danmark. Okkum nýtist bert at hyggja, hvussu ein av okkara nærmastu grannum, Hetlandi. Teirra fjarskifti er á nógv lægri støði enn okkara. Hetta hóast liviumstøðurnar í stóran mun eru tær somu, tó hentlendingar hava eina oljuvinnu, sum vit ikki hava enn. Eitt nú fer sambandið inn á meginlandið um radiobylgjur, sum hava avmarkaða orku, og er veðrið ikki til vildar, kunnu tey missa sambandið í tímar. Í støðum er sambandið so vánaligt, at fólk ikki fáa sent eitt fax, og tað er eingin sjálvfylgja at hava internetsamband. Hetland ikki so væl fyri sum Føroyar Oljuvinnan hevur sjálvsagt tørv á góðum fjarskifti, men hon hevur bygt upp sína egnu skipan, sum restin av Hetlendska samfelagnum ikki far atgong til. Hvussu ber tað so til, at so stórur munur er á fjarskiftinum í Hetlandi og í Føroyum? Tann stóri munurin er, at í Føroyum hava vit ein fjarskiftisstovn ella eina vinnu, um man vil, hvørs einasta endamál er at liva av fjarskifti í Føroyum. Tí noyðist Telefonverkið alla tíðina, at seta fjarskiftið í Føroyum saman, so tað er ein lønandi vinna og peningur er til íløgur í nýggja tøkni. Í Hetlandi verður fjarskiftið skipað av British Telecom, har Hetland bert er ein sera lítil partur av virkseminum, og Hetland munar ikki nógv í búskapinum hjá British Telecom. Tí er áhugin tilsvarandi lítil fyri at menna fjarskiftið í Hetlandi. Ikki løgið, at Hetlendingar øvunda okkum og hyggja hendan vegin fyri at læra av okkum. Mugu hava ræði á samskiftinum Hetta skal ikki vera ein bøn um at lata Telefonverkið fáa frið. Tænasturnar skulu verða betri og bíligari, ja krøvini skulu vera stór, og eingin ivi er um, at øll á Telefonverkinum vilja gera sítt til at menna fjarskiftið. Nógv er eisini hent. Men eg vil minna á, at jakstranin eftir bíligari tænastum kann gera, at føroyingar missa kunnleikan og ekspertisuna, sum vit seinastu 90 árini hava bygt upp innan fjarskiftisøkið. Vit mugu sum samfelag, gera hvat vit kunnu fyri at varveita ræðið yvir fjarskiftinum, tí í seinasta enda kann tað gerast nógv dýrari fyri samfelagið at vit missa ræðið á fjarskiftinum, enn at vit gjalda eitt sindur meira fyri hvønn minuttin í dag. Eg vil tí enn einaferð vegna Telefonverkið ynskja Sosialinum tillukku við tí nýggja blaðnum. Tí hetta er enn eitt stig í menningini av royndunum, sum føroyingar hava innan fjarskiftistøknina, har vit sjálvi hava kunnleikan til - og ræðið yvir tí - fjarskiftinum, sum er ein fyritreyt fyri menningini av samfelagnum. Takk fyri Poul Henrik Poulsen Annar miðilin fleiri hundrað ár - hin er framtíðarmiðilin - Sosialurin kemur nú út í tveimum miðlum. Annar - blaðið - er fleiri hundrað ára gamal, meðan hin - internetið - er ein framtíðarmiðil, segði blaðstjórin á Sosialinum, Jan Müller m. a. Krisjan Dahl, fyritaksstjóri á Sosialinum, Jona Henriksen og Jóannes Dalsgaard fyrrverandi tingmenn Javnaðarfloksins - Bløðini hoyra til tann partin av tilfarinum á Internetinum, sum hevur størstan áhuga, og tískil er tað so nátúrligt, at vit eisini eru við har, sigur Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum. Hann sigur eisini, at tað serliga hjá einum føroyskum fjølmiðli er áhugavert at nýta internetið, tí eingin føroyskur fjølmiðil røkkur so víða um heim, sum internetið. - Hetta kann sjálvandi tykjast kollevltandi við fyrsta eygnabrá, men tá vit hugs aokkum nærri um, so er hetta bert ein heilt nátúrlig gongd. - Vit liva í eini internationaliseringstíð. Orsakað av teimum stóru broytingunum í kunningartøknini er heimurin vorðin sum ein bygd. Tað er skjótari at senda ein e-mail til Singapore enn eitt telefax til Gásadals, seggði Jan Müller. - Heimurin er vorðin ein KT-markanaður og kunningin stendur opin fyri øllum, sum hava førleika og ráð at nýta teir óavmarkaðu møguleikar, ið liggja á hesum øki. Jan Müller segði eisini, at vit Internet Sosialinum fáa eisini lýsarar hjá blaðnum høvi at koma út til eina breiða fjøld av kundum. Møguleikarnir fyri at variera lýsingarnar eru stórir og møguligt er at røkka heilt nýggjum málbólkum. Afturat hesum koma teir nýggju møguleikarnir at kommunikera, at skamskifta og fjarskifta við kundarnar. - Vit á Sosialin vóna, at lesarar og vinnulív taka væl í móti hesum nýggja tilboð. Eisini myndugleikarnir fáa við hesum heilt nýggjar møguleikar at kunna borgararnar. Kunning er ein fortreytin fyri menning og trivnað. - Við hesum bjáoð vit øllum vælkomin á Sosilain á internetinum og vóna, at hetta okkara tiltak verður við til at lyfta føroya inn í næsta ártúsund, og at borgarar, vinnulív og samfelag við hesum hava fingið eitt av vónandi nógvum amboðum at taka ímóti teimum ómetaliga mongu og stóru avbjóðingunum, sum nýggja ártúsundin ber í fangi Eg havi fylt Internet Sosialinum við spenningi Segði Sámal Petur í Grund, samskiftisráðharri m. a. tá hann legði fyrsta almenna Internet Sosialin út á Internetið. Niðanfyri prenta vit røðuna, hann helt: Sámal Petur í Grund, samskiftisráðharri leggur fyrsta almenna Internet Sosialin út á netið Góðan dag øll somul. Tað eru ikki smávegis broytingar sum henda innan tað tøkniliga í hesum døgum. Tað er nærum ikki dagur, hvar vit ikki vera kunnaði um eitthvørt, sum nú er gjørligt. Mær rennur til hugs tá eg sjálvur stóð í læru sum elektronikmekanikari, seinast í sjeytiárunum, hvar vit fingu loyvi til at hoyra um eitt sum kallaðist microprosessor. Tað var ikki smávegis man væntaði sær av hesum geniala uppfinnilsi. Í dag mugu vit ásanna, at tøknin alla tíðina yvirhálar seg sjálva. Útbúgving á hesum økjunum er nærum avoldað, tá ein er avlærdur. Tól sum verða útskift við nýggjastu tøknina, tí at tey eru ótíðarhóskandi, vísa seg mangan at hava menglar, áðrenn tey eru liðugt installeraði. Ein av teimum møguleikum, sum tøknifrøðiliga hevur vakt ans, er internetið. Hesin miðil hevur gjørt útboðið sum stendur okkum í boði, so óendaliga nógv størri, enn ein kundi ímynda sær, bert fyri stuttari tíð síðani. Møguleikarnir fyri upplýsingum, sum ein slettis ikki hevði givið gætur, eru at finna á netinum. Eisini frá politiskari síðu er áhugin fyri hesum samskiftismøguleika stórur og verður nógv troyttur. Sjálvur skal eg á fund við hinar norðurlendsku KT-ministararnar í næstu viku, har millum annað ein ætlan um satsing á hesum øki skal fevna um: - Hvussu kunningartøkni kann brúkast til at styrkja demokratiið (fólkaræði). - Hvussu øllum kann tryggjast somu møguleikar í kunningartænastuni. - Hvussu ein kann nýta hendan miðil til at styrkja norðurlendskt mál og norðurlendska mentan. Um ein vil ella ikki, so má ein fyrihalda seg til tey tilboð, sum tøknifrøðin hevur at geva, um ein ikki skal gerast eftirbátur. Tað er tó einki sum tíðir uppá, at norðurlond liggja aftanfyri onnur. Ífylgi hagtøl frá >>European Information Technology Observatory 97<<, so standa norðurlond sterkt sum KT-øki. Tað hevur í eina tíð verið møguligt at lesa útlendsk bløð og tíðarrit á internetinum. Eisini frá føroyskari síðu hava vit sæð initiativ á hesum øki. Sosialurin hevur royndarkoyrt blað sítt á netinum, og hava vit, sum hava fylgt við á hesum øki, við spenningi sæð fram til, hvønn leist ein fór at leggja seg á. Tað er helst eingin av okkum sum kann ímynda sær, hvussu langt kann náast við einum miðli á internetinum, men longu í dag kunnu vit síggja, at lesaraflatan er økt munandi við tað, at føroyingar allastaðni um í heiminum nú kunnu lesa dagførdan Sosial. Nú nýtist ongum meira at bíða eftir postinum, til nýggjastu tíðindini koma innum gáttina. Eg eri heldur ikki í iva um, at bløð okkara kunnu víðka um tænasturnar, sum givnar verða av bløðunum. Vit, sum av og til føla trongd til at skriva eitthvørt, hava longu merkt henda munin, við tað at greinarnar nú kunnu sendast beinleiðis av telduni yvir internetið. Eg vil fegin takka Sosialinum fyri heiðurin at fáa loyvi at senda tað fyrsta blaðið, eftir royndartíðina, út á netið. Til seinast fari eg at ynskja Sosialinum og tykkum sum hava tykkara dagliga yrki her, hjartaliga tillukku og góða eydnu við hesum tiltaki. Takk fyri Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður Nú eri eg liðugur við hetta tvætlið ­ Nú eri eg liðugur við hetta flokspolitiska tvætlið. ­ Eg skal taka hattin av fyri Jóannes Eidesgaard, tí hann er einasti landspolitikarin, sum hevur tikið vanlukkuligu støðuna hjá útjaðarunum í Føroyum uppá tunguna. Hevur hann brúk fyri stillara til næsta val, kann hann gott venda sær til mín, sigur Páll Vang. ­ Tað hevur ongantíð verið so galið, sum tað er nú. Men tað er ongin politikari úr nøkrum flokki, sum lyftir hond frá síðu fyri at forða útjaðarunum í Føroyum at doyggja út. ­ Men størsta feilin hevur mín egni partamaður, Anfinn Kallsberg. Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri er sera misnøgdur við, hvussu lítlan ans, løgtingsmenn og landsstýrismenn vísa útjaðaranum í Føroyum. ­ Tað letur ikki í nøkrum av teimum. ­ Og so løgi tað ljóðar, letur heldur ikki í politikarunum, sum eru valdir í útjaðaranum. Páll Vang sigur, at miðsavningin hevur ongantíð verið størri enn hon er nú. ­ Og heldur henda gongdin fram, fer tað at forkoma útjaðaranum heilt. Hann sigur, at fyrst av øllum finst hann at politiska partamannininum, Anfinni Kallsberg, fíggjarmálaráðharra. ­ Tað ber ikki longur til, at hann skal sleppa at skjóta seg inn undir, at tað er Eilif Samuelsen, sum umsitur kommunumál. Tí tá ið Eilif Samuelsen onki megnar, eigur Anfinn Kallsberg at traðka til. ­ Av tí at tað er hann, sum hevur ábyrgdina, av av fíggjarviðurskiftunum hjá kommununum, er tað eisini hann, sum hevur høvuðsábyrgdina av støðuni hjá útjaðaranum Hattin av fyri Jóannes Páll Vang sigur, at fyrstu ferð hann hevur hoyrt var, táið Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins á landsfundi herfyri, tók trupulleikarnar hjá útjaðarunum upp við einum uppskotið um, hvussu teir kunnu loysast. ­ Tað taki eg hattin av fyri. So manglar Eidesgaard stillara til komandi val, kann hann venda sær til mín. Nú skemtast tú? ­Nei. Hví tað. Eg eri liðugur við hesum partapolitiska tvætlinum. ­ Men tíverri fær Jóannes Eidesgaard onki svar úr løgtinginum. Tað sigur mær so mikið sum tað, at ongin áhugi er fyri at loysa trupulleikarnar hjá útjaðaranum. Mist 20% av fólkinum Páll Vang sigur, at Tvøroyrar Kommuna hevur mist 20% av fólkinum hesi seinastu 10 árini. ­ Og nú er fólkatalið á Tvøroyri niðanfyri 1800, og so langt niðri hevur tað ikki verið síðani einaferð fyrst í hesi øldini. Hann heldur, at størstu trupulleikarnir í útjaðarunum er kommunuskuldin og tað tilsvarandi høga skattatrýstið. ­ Eilif Samuelsen hevur sagt, at landspolitiskt verður kommunuskuldin ikki rørd fyrrenn aftaná 2000. ­ Men tað kann eg slett ikki góðtaka. Tað er ein lokalpolitisk avgerð, sum merkir, at miðstaðarøkið sleppur at veksa ótálmað trý ár afturat ímeðan útjaðarin bløðir út. Páll Vang heldur, at hetta er heilt burturvið. ­ Tað er útjaðarin, sum skapar øll virðini í Føroyum. Tað er í útjaðaranum, at allur útflutningurin verður skaptur, tað er ikki í miðstaðarøkinum. Havnin livir av blokkinum og almennum lønum úr landskassanum ­ Líkist tað tí nøkrum, at skattaprosentið í útjaðaranum, sum skapar okkum allar inntøkurnar, skal vera hægri enn tað í Havn? ­ Fyrsta stigið kundi hóskandi verðið, at ongin kommuna skal hava hægri skattaprosent enn Havnar Kommuna. ­ Men so verða tað nakrar skyldur, tær ringast staddu kommunurnar ikki klára. ­ Og tá má landskassin taka yvir, saman við- kreppulánsgrunninum, og klippa toppin av skuldini. Páll Vang átalar, at ístaðin fyri at arbeiða ímóti tí endamálinum, gjørdi Eilif Samuelsen beint ímóti viljanum hjá øllum kommununum og steðgaði inngjaldingunum í veðhaldsgrunnin. ­ Tað er heilt øvugt, at tey pláss, sum skapa virðini, eru ringast fyri fíggjarliga, heldur Páll Vang. Uttan iva verður tað brikslað tær, at tað er gamaí hjá tær at tosa um útjavning og um at fáa frá øðrum, tí Tvøroyrar Kommuna kemur neyvan nakrantíð burturúr skuldini? ­ Tvøroyrar kommuna er í eini serstøðu tí hon er einasta kommuna í landinum, sum hevur verið virkin í vinnulívinum ­ Sjálvur ivist eg í, um tað var rætt. Men av skuldini hjá kommuni stavar ein triðingur, ella 50 miljónir, frá luttøkuni í vinnulívinum. Var kommunan eitt partafelag, var hon sanerað, og so var hon byrjað aftur, eins og næstan øll onnur partafeløg í landinum. ­ Aðrar kommunur eru komnar illa fyri av almennum íløgum, tær hava gjørt. Tað er Tvøroyri ikki og tí kann støðan heldur ikki samanberast. 28.000 krónur minni at liva fyri Páll Vang greiðir yvir, at kommunuskuldin er ikki allur trupulleikin. Men tað er heilt avgjørt ein fortreyt fyri at fólk støðast á einum stað, at skattatrýstið er rímiligt. ­ Tað er munur á at búgva í eini kommunu við 16% í skatti og einari við 23% í skatti. ­ Taka vit eini hjún, sum forvinna 400.000 krónur um árið tilsamans, hava tey 28.000 krónur minni at liva fyri um árið í teirri dýraru kommununi, enn tey vildu havt í teirri bíligari, tá ið vit bara rokna beint fram, og ikki telja nakrar sum helst frádráttir uppí. Fiskurin miðsavnaður Hinvegin er Páll Vang greiður yvir, at skattatrýstið er ikki tað einasta vandamálið at loysa. Fólk fæst ikki at trívast í útjaðarunum, um tey ikki hava arbeiði. Og tað skulu eisini verða onnur størv at bjóða fólki enn størv í fiskiídnaðinum og onnur ófaklærd størv. ­ Tað mugu eisini verða størv til fólk við útbúgvingum. Tíverri er øll, almenna umsitingin miðsavnað í Havn. Men Páll Vang sær fyri sær, at nú verður fiskaarbeiðið eisini miðsavnað. ­ Eg eri stórliga bangin fyri, at flakavirkið á Tvøroyri verðu tað næsta, Fiskavirking sleppur sær av við. ­ Og so fer Fiskavirking ístaðin at brúka peningin uppá at gera virkið í Havn ístand. ­ Sostatt hevur Fiskavirking og Framtaksgrunnurin miðsavnað alla sína framleiðslu í miðstaðarøkinum, í Havn, í Vestmanna og á Skálafjørðinum. Páll Vang heldur, at rættari hevði verið at Fiskavirking stongdi virkið í Havn og læt tað innrættað til skrivstovur og læt tað í Vági upp ístaðin, tí tað er nýtt. Hava tvørafólk ikki nettupp viljað, at Fiskavirking seldi teimum virkið aftur? ­Jú, og eg havi heldur onki ímóti, at tvørafólk keypa virkið. Men Fiskavirking skal gera tað ístand fyrst. Ger mannamun á Føroyingum Páll Vang sigur, at eitt tað fyrsta, og mest týdningarmikla politikararnar kundu gjørt,var at borið so í bandi, at fólk úti um landið hevði líka góðar virkismøguleikar, sum fólki í miðstaðarøkinum. ­ Virkið úti um landið fáa ikki kappast, tí at flutningurin við Strandferðsluni er so dýrur. ­ Tí er eitt tað fyrsta, politikarar áttu at gjørt var at gjørt tað ókeypis at ferðast og flyta farm við Strandferðsluni. ­ Tað gera álendingar. ­ Teir meta ferjurnar sum ein vegur, sum tað ikki skal gjaldast fyri. Ein eysturoyingur, sum fer til Havnar, brúkar báði veg og brúgv ókeypis - sum eisini suðuroyingar hava verið við til at betalt. Men ein suðuroyingur, sum brúkar ein veg, sum eitur Smyril, skal betala fyri tað. Hvørjum líkist tað, at ein skúvoyingur skal betala eyka fyri at fáa húsarhaldsolju út í oynna? ­ Men heldur ikki í hesum føri er tað ein tann einasti politikari, sum rættir útjaðaranum eina hond, finst býráðsformaðurin á Tvøroyri at. ­ Allir skilja støðuna - men teir gera onki, leggur hann speiskliga afturat. Alt hetta kostar pengar? ­ Hví skal tað bara tosast um pengar, tá ið tað snýr seg um útjaðaran. Hví tosa fólk um lønir, tá ið tosað verður um lærarar og skrivstovufólk, men um studning, tá ið tosað verður um sjómenn? Tað er, hvat tú leggur í orðini. Páll vang sigur, at politikarar eiga at boða frá, hvat teir vilja við Føroyum. ­ Er meiningin at miðsavnað 40.000 fólk í Havn, eiga teir at siga tað, so vit onnur vita tað. Men ætla teir at varðveita okkara lítla land, sum tað er, mugu teir eisini gera tað liviligt úti á bygd. Framtíðarstøða Føroya Ríkisfelagsskapur ella loysing Hvat gagnar okkum best? Tað vísir seg, at tá vit føroyingar skulu viðgera støðuna Føroyar-Danmark, verður viðgerðin ofta sera kensluborin. Tað vil so vera, tá hugsað verður um, at sambandið er fleiri hundrað ára gamalt, og vit hava skyldfólk og annað privat samband landanna millum. Men spurningurin er, hvat gagnar okkum best sum tjóð á gáttini inn í 21. øld? Hvørji áhugamál hevur føroyska fólkið og kunnu hesi best røkkast innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagsskapin við Danmark? Í VMF definera vit fólksins áhugamál til at vera eitt gott, sosialt trygt samfelag við nógvum áhugaverdum virksemi, og at ráevnini, vit eiga, verða gagnnýtt, sum tað sømir seg einum framkomnum fólki. Danska uppíleggingin Síðani landið kom í búskaparliga kreppu, hava donsku stjórnirnar í nógv størri mun enn áður, lagt seg út í viðurskiftini í Føroyum. Hevði henda uppílegging havt framburð við sær, so høvdu vit møguliga kunna góðtikið hana, men úrslitið vísir okkum, at tað iki er nøkur gongd leið fyri Føroyar, at verða stýrdar úr Danmark. Viðurskiftini í Føroyum og Danmark eru so ymisk, at danir ikki duga at seta seg inn í, hvat er týdningarmikið fyri okkum. Vit fáa skriviborðsloysnir kroystar niður yvir okkum. Hesar loysnir hava víst seg at rigga illa, og tær hava skapt stóra ónøgd og vantrivna. Neyðugt at loysa Í VMF eru vit á tí áskoðan, at vit ikki fáa eitt nóg gott vinnulív og ein sunnan búskaparpolitikk, fyrr enn vit sjálvi hava fulla ábyrgd av landsbúskapinum. Vit eiga týdningarmikil ráevni, og um tey verða rætt umsitin og gagnnýtt á rættan hátt, so eru vit væl før fyri at føða okkum sjálvi. Hetta vil við øðrum orðum siga, at skulu vit hava framburð í landinum, er neyðugt, at vit loysa frá Danmark. Ein stórur partur av Føroya fólki tekur undir við hesum sjónarmiði, men tað tykist, sum um summi fólk ikki duga at ímynda sær, hvussu ein skilnaður millum eitt land og eitt hjáland fer fram. Tey hugsa sær, at um ein meiriluti í Føroyum við eina fólkaatkvøðu velur loysing, so kvettir Danmark á stokkinum dagin eftir og biður okkum sigla okkara egna sjógv. ST-sáttmálin áleggur Danmark skyldur Eitt, sum lítið hevur verið tosað um í samband við hetta mál er, at Danmark er limur í ST, og at ST-sáttmálin leggur ávísar skyldur á tey limalond, ið umsita økir, har fólkið ikki hevur finið fult sjálvstýri. Eftir kapitul XI gr. 73 í ST-samtyktini hevur Danmark skyldu til at tryggja framgongd á tí politiska, tí fíggjarliga, tí sosiala og á frálæruøkinum í Føroyum, og um føroyingar velja at loysa frá Danmark, ehvur danska stjórnin eftir somu gr. skyldu til at hjálpa okkum við at seta fullveldi á stovn og fylgja við í, at alt gongur rætt fyri seg. Eru danir imperialistar? Vit kunnu hava ymisk sjónarmið um danir. Vit kunnu kalla teir imperialistar og siga, at vit ikki kunnu rokna við nakrari hjálp frá teimum. Minnist bara til 1946 og hyggi bara eftir, hvussu er gingist seinastu árini. - Færøgruppen planlegði at koyra okkum heilt á botn og framskundaði via fíggjareftirlitið eina kreppu, ið væl kundi verið loyst á ein minni dramatiskan hátt. Vit hava sæð, hvussu teir manipulera við okkum við fíggingargrunninum, við framtaksgrunninum, í bankamálinum, og hvussu teir hald á okkum í andaleypi við 6 milliardaskuldini, ið teir av røttum sjálvir eiga stóra partin av. Tann, ið hevur hesa meining, roknar sær ikki við nøkrum stuðli frá Danmark, um hann ætlar sær at loysa. Danir, eitt mentað fólk Í staðin fyri áðurnevnda sjónarmið, kunnu vit velja at siga, at danir eru eitt mentað fólk, og at teir við gleði fara at hjálpa okkum við einari væl skipaðari loysing í sátt og semju, um Føroya fólk velur at loysa. Í Danmark finnast bæði hesi sløgini av fólki. Eisini millum politikkararnar. Tey imperialistisku, ið fyrst og fremst røkja egin áhugamál uttan at virða áhuga og rættindi hjá øðrum og so tey mentaðu, ið duga at síggja, at føroyingar hava rætt til at eiga sítt egna land og rætt til at stýra sjálvi. Tað eru hesi seinnu, vit eiga at samstarva við, og tey hava sjálvsagt møguleika at ávirka hin partin. Fólkaræðisliga stýrisskipan Um vit velja at loysa frá Danmark, er sjálvandi neyðugt at alt, ið hevur við stýringina av landinum at gera, verður væl fyrireikað. Fyrst av øllum skulu vit hava eina grundlóg, ið tryggjar eina fólkaræðisliga stýrisskipan. Vit skulu seta á stovn okkara egna dómsvald og aðrar stovnar, ið eru neyðugir í einum nýmótans samfelagi. Alis Jacobsen landsformaður í VMF Seta met í afturrindan Tórshavnar kommuna hevur sett sær sum mál, at ár 2000 skal kommmunuskuldin bara vera eina álíkning Býráðsfundur er í Havn í kvøld, og á hesum fundi verður uppskotið til fíggjarætlan fyri 1998 lagt fram. Í gjár varð seinasta hond løgd á uppskotið. - Men eg kann siga so mikið, at uppskot okkara er at seta 86 mió. krónur av til afturindan av skuldini hjá kommununi, sigur Leivur Hansen. So stóra skuld hevur eingin kommuna í Føroyum nakrantíð goldið aftur eftir einum ári. Av teimum 86 mió. krónunum fara 52 mió. til avdráttir. Tað svarar til umleið 10% av skuldini. Býráðið hevur sett sær sum mál, at ár 2000 skal skuldin hjá kommununi verða komin niður á eina skattaálíkning. Leivi Hansen dámar væl, at landið hevur kravt kommununar at díkja á við at gjalda skuldina aftur, og afturfyri sleppa tær frá at seta 1% í kommunala veðhaldsgrundin. - Vit vilja gera alt fyri at sleppa av við skuldina, men afturfyri má landsstýrið tola, at vit brúka nakað til tað, sum vit halda vera neyðugt, sigur Leivur Hansen. Nógv fólk stukku inn á gólvið Um hundrað fólk nýttu høvi at ynskja Sosialinum tillukku Rættuliga nógv fólk stukku inn á gólvið í blaðbúsinum hjá Sosialinum týsdagin, tá Internet Sosialuri alment varð tikin í nýtslu. Tað var landsstýrismaðurin í samskiftismálum, Sámal Petur í Grund, sum trýsti á knøttin, sum legði fyrsta almenna Internet Sosialin út á netið, nú royndartíðin er av. Á samkomuni segði landsstýrismaðurin nøkur orð og ynskti Sosialinum tillukku við tiltakinum. Fyri Telefonverk Føroya Løgtings var Poul Henrik Poulsen, marknaðarleiðari, ið ynksti Sosialinum tillukku, samstundis sum hann eitt sindur frá um telesamskiftispolitikkin hjá Telefonverkinum. Petur Zachariassen á Fróðskaparsetrinum er ein av >>gomlu rottunum<< í unga føroyska Internetheiminum. Hann greiddi frá um gongdina og um internetpolitikk sum so. Eini hundrað fólk nýttu høvi at ynskja Sosialinum tillukku Aftur eitt prógv! SJÓNVARPSSENDINGIN >>Tá Danmark loysti<< prógvaði aftur, at tað er neyðugt við nýggjum sátmála millum Føroyar og Danmark. Hetta hevur Javnaðarflokkurin víst á seinastu sjey árini og líkt er til, at flokkurin fær meiri og meiri rætt í sínum sjónarmiði. SENDINGIN, sum Sjónvarp Føroya hevur gjørt, hevði ikki so nógvar nýggjar upplýsingar, men hon vísti so, at danskar stjórnmálastovur høvdu fyrireikað føroysku >>kreppuna<< upp aftur betri, enn føroyski almenningurin visti frammanundan. UM danskir embætismenn hildu, at tað var neyðugt at geva føroyska heimastýrinum eitt varskó, áttu teir at havt gjørt tað á ein virðiligan hátt, og ikki at skapa eina kreppu fyri at fáa >>fjalla-apurnar<< at skilja álvaran. HENDA væl tilrættislagda verkætlan sýnir ein vanvirðisligan hugburð ímóti føroysku tjóðini, sum ikki sømir seg einum rættarsamfelagi, og sum ikki er dønum og donsku stjórnini til heiðurs. Tvørturímóti. SAMSTUNDIS, sum tað gerst flest øllum føroyingum greitt, at heimastýrislógin er ikki nóg góður og greiður sáttmáli millum ríkispartarnar, heldur Dimmalætting fram við síni ósonnu og lítið at sær komnu herferð ímóti Javnaðarflokkinum, tí hann hevur samtykt at virka fyri eini sjálvstýrislóg. JAVNAÐARFLOKKURIN hevur ikki samtykt, at hann er sinnaður at loysa frá Danmark, og tað vóru ikki nøkur tandur, sum samtyktu at virka fyri nýggjum sáttmála við danir. Landsfundurin var ikki so fjølmentur, sum hann vanliga er, men lokalfeløgini vóru umboðað við nevndarlimum og álitisfólkum. AT DIMMALÆTTING ikki hevur meira at leggja afturat orðaskiftinum um tjóðskaparspurningin, enn at sleingja um seg við ósannindum, vísir einaferð afturat, at Dimmalætting og Sambandsflokkurin ganga við bindi fyri eyguni og har er sama hugsjónarloysi sum allar dagar síðani 1906. JAVNAÐARFLOKKUR, og ein helmingur av føroysku tjóðini heldur, at vit skulu hava eina meira víðgongda skipan enn verandi, og einki er at ivast í, at seinasta sjónvarpssendingin sannførdi uppaftur fleiri føroyingar um tað sama. Tiltøk KFUK og KFM, Tórshavn Hóskvøldið 27. nov. kl. 19.30 verður hugnakvøld í KFUK v/ Jonu Henriksen, skrivara. Evni: Søgan um Havnar KFUK. Opið hús er hvørt fríggjakvøld frá kl. 21-1 í KFUM. Rhema, Tórshavn Sunnudagin kl. 17: Sunnudagsskúli og møti. Øll eru vælkomin. Samkoman Immanuel Fríggjakvøldið kl. 20: Kongsins Herlið. 8 ár og eldri eru vælkomin. Frelsunarherurin, Tórshavn Í kvøld kl. 20: Heimaforbundið. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønarmøti. Mikukvøld kl. 20: Upp-byggingarmøti. Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti. Lívsins Orð Barnamøti verður leygardagin kl. 17. Møti verður sunnudagin kl. 17. Meinigheitshúsið á Skála Missiónsvikan heldur fram við møti í kvøld kl. 20. Ungdómur vitnar og ung úr Meinigheitshúsinum í Havn syngja. Fríggjakvøldið kl. 20 talar Hans Pauli Højgaard og manskór av Strondum syngur. Innsavnan til Heimamissiónina. Thabor, Fuglafirði Felagssunnudagsskúli við adventshugna fyri Kambsdal og Fuglafjørð verður sunnudagin kl. 15.00. Drekkamunnur. Barnakór syngur. Børn og vaksin øll vælkomin. Haldórsvík Missiónsvikan byrjar í kvøld kl. 20.00. Malmberg D. Olsen talar, Bodil Olsen endar og Jóhan Petur og Rasmus syngja. Fríggjakvøldið kl. 20 talar Thomas Dam. Petur Jacobsen endar og Hallgerð og Jóhanna syngja. Viðareiði Ungdómurin kemur saman í Missiónshúsinum leygarkvøldið kl. 20.30. Jóhan Hendriksen talar. Drekkamuður verður at fáa. Øll eru vælkomin! Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Missiónshúsið í Hvalba Ungdómsfundur verður í Missiónshúsinum í Hvalba fríggjakvøldið kl. 21. Losjan í Havn Fríggjadagin kl. 15 hittast tilkomin og eldri til hugna. Felagið Tórshavn Sunnudagin 30. nov. verður gongutúrur út á Grótbrotið á Glyvursnesi. Farið verður frá >>Albert Hall<< á Argjum kl. 14. Havið góð og heit gonguklæði og ein kaffimunn við. Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl. 14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl. 14.30-16.30. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Kaffistovan er opin frá kl. 14-19 hvønn dag uttan leygardag. Mánadag kl. 17- 19 er Dagur og Vika o.a. Týsdag kl. 17.30 er døgurði. Føroysk bløð liggja frammi. Døgurðamatur, fløgur, bond, bøkur og ullvørur eru m.a. at fáa á kaffistovuni. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29 Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Handlarnir lata aftur jólaaftan Tey, sum arbeiða í handlum í Havn, kunnu í ár gleða seg til at hava frí sjálvan jólaaftan. Undanfarin ár hava hesi fólk verið noydd til at arbeitt til middags ella longur jólaaftan, men í ár sleppa tey at vera heima. Býráðið hevur nevniliga givið handlunum loyvi til at hava opið til kl. 22 tollaksmessukvøld, og afturfyri hava handlarnir og bakararnir avgjørt at hava afturlatið allan jólaaftan. Tendra jólatræið í Havn leygardagin Leygardagin kl. 16.00 verður jólatræið á Vaglinum í Havn tendrað. Havnar Hornorkestur spælir, og Kjartan Mørkøre, prestur, og Leivur Hansen, býráðsformaður, tala. Eftir at jólatræið er tendrað, umleið kl. 16.30, syngur barnakór hjá Tórshavnar Musikkskúla á Káta Horninum. Hini jólatræini í kommununi, á Argjum, á Hvítanesi, í Kaldbak og í Norðradali verða tendrað eina viku seinni, t.v.s. leygardagin 6. desember. Jólasøla Komandi vikuskifti verður stóra árliga jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag. Jólasølan verður í Gundadalshøllini leygardagin millum kl. 10 og 20, og sunnudagin millum kl. 14 og 19. Hetta er eitt gott høvi at finna jólagávur, tí úrvalið er sera fjølbroytt. Tað er altíð stór undirtøka millum limirnar í felagnum at selja á jólasøluni, og í ár eru luttakararnir uppaftur fleiri. Har eru bundin, seymað og vovin pløgg og lutir, pappírsklipp, dekoratiónir, ymist skorið úr træ, nissur og mangt, mangt annað. Eisini verður kaffistova, og afturvið drekkanum fæst smurt breyð við føroyskum viðskera og rís á la mande. Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag plagar at verða væl vitjað, og felagið mælir teimum, sum hava í kvittanum at keypa jólagávur, um at koma beinanvegin, tí royndirnar eru, at tað mesta verður skrætt burtur longu fyrsta dagin. Góvu hugskot til jólaprýði Í hesum døgum leggur Café Natúr høli til, at ymsir handlar kunnu hava hugnakvøld og sýna fram, hvat tey hava at bjóða nú til jóla. Mánakvøldið og gtýskvøldið var tað Blómuhandilin hjá Trond Hansen, sum skipaði fyri hugnakvøldinum - saman við Café Natúr. Kvøldið var skipað sum ein jólaframsýning. Á loftinum var alt prýtt við greinum og jólaprýði. Til framsýningina høvdu tær í Blómuhandlinum gjørt nógv ymist jólaprýði, adventskransar, jóladekoratiónir, við og uttan ljós, prýði at leggja á borðið og annað. Hesi bæði kvøldini vístu tær fólki, hvussu tær bóru seg at við at gera hetta ymiska, bæði tað meira einfalda og tað, har meira er gjørt burtur úr. Eisini góvu tær fólki hugskot til, hvat tey kunnu gera sjálv, á ein einfaldan hátt, við at brúka tilfar t.d. úr teirra egna urtagarði. Annars hevur Blómuhandilin nógv at selja, sum kann brúkast til dekoratiónir og annað jólaprýði. Kollbrún Wardum, leiðari fyri lómuhandlinum, letur væl at hugnakvøldunum í Café Natúr. Tað kundu kanska verið fleiri fólk, men tað var hugnaligt, fólk fingu gløgg og holikøkur, og tey vóru sera áhugað. Kollbrún helt hetta vara eitt gott tiltak. Fólk vilja fegin gera sítt egna, og blómuahndilsfólkini hava einki ímóti at leggja teimum lag á. Handilin missir einki við tað. Tvørturímóti kann slíkt vekja áhugan hjá fleiri. Jólahugni á Tvøroyri Í jólamánaðinum fer Suðuroyar Kunningarstova at skipa fyri ymsum, hugnaligum tiltøkum. Onkran dagin, tað viðrar ímillum 7. og 13. desember er ætlanin at hava jólaløtu fyri børnunum inni í viðarlundini í Trongisvági. Tá verða nissar og vættrar at síggja í viðarlundini, søgur verða lisnar fyri børnunum, og tey fáa heitt kakao og bollar. Onkran annan, góðan dag, er ætlanin at manna seksæringin, Naddodd, við jólanissum, sum síðani skulu rógva inneftir fjørðinum og lenda onkustaðni. Eisini tá er ætlanin at skipa fyri ymsum. Lýst verður við tiltøkunum við uppsløgum ymsastaðni í oynni. -áki- Veðrið Veðrið í dag og fríggjadagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og stundum eitt sindur av regni. Hitin millum 6 og 10 stig. Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin: Andøvsgul upp í ein strúk av landsynnningi, seinni hækkar hann upp í landnyrðing og minkar vindin nakað. Av og á regn og hitin millum 5 og 8 stig. Í gjár: Eitt hátrýst yvir Skandinaviu og eitt víðfevnandi lágtrýst yvir Atlantshavinum standa mestsum í stað. Í dag: Millum hesar miðdeplar rekur lýggj luft enn fram móti Føroyum av landsynningi. Fríggjadagur 28. november 1997 Afgansk flóttafólk í Pakistan Í juli 1996 vóru 36 afganisk flóttabørn handtikin í Pakistan, tí tey ikki høvdu lóglig pass. Tey vóru sett í varhald í Adiala fongsli, Rawalpindi. Nøkur vóru enntá ikki meir enn tólv ára gomul. Tey vóru afturhildin ímillum eina til nýggju vikur. Tey sótu innanfyri klivarnar allan dagin, burtursæð frá tveimum tímum, inntil foreldur teirra kundu keypa tey leys. Tey síðstu 15 árini hava fleiri hundrað túsund Afganskar familjur flýggjað undan borgara-krígnum í landinum. Nógv eru flýggjaði til Pakistan, men hóast hetta er ikki vist at umstøðurnar gerat betur. Vaktirnar við markið mugu ofta mutrast, ring er at sleppa til flóttafólka legurnar og á legunum er ofta ringt skil. Tað er ikki nóg mikið av mati og heilivági at nøkta tørvin. Afgansk flóttarfólk, eisini børn, eru ofta afturhildin tí tey ikki hava pass ella samleikaprógv. Peningur verður kravdur afturfyri at tey skulu leyslatast, klára familjurnar ikki at gjalda mutrið verða tey ákærd fyri ólógliga at uppihalda sær í landinum. Tey skulu fáa samleikaprógv ella pass. Hetta kostar nógv, í hvussu er meir enn ein flóttafamilja megnar at gjalda. Børn gerast ofta høvuðsmálið hjá løgregluni, tí teir vita at afganskar familjur vilja gera alt fyri at børnini verða leyslatin. Grundleggjandi rættindini hjá flóttar børnum eru vard við tveimum altjóða sáttmálum. ST sáttmálin frá 1951og dagførdur 1967 um flóttarfólk, og ST sáttmálin frá 1989 um rættindi hjá børnum. Umframt hetta staðfesti UNHCR í 1994 at, tað at afturhalda flóttarfólkum einans kann verða nýtt sum seinasti møguleiki, tá ið allir aðrir møguleikar eru troyttir. Her eru standardir, ið skulu verða hildnir. Børn skulu t.d. hava frítt at spæla og útbúgva seg. ST sáttmálin um rættindi hjá børnin sigur, at um børn verða sett føst skal einans nýtast sum seinasti møguleiki og so stutt sum gjørligt. Serligt fyrilit skal verða tikið tá talan er um børn. Pakistan setti ST sáttmálan um rættindi hjá børnum í gildi 1990, men tað er greitt at landið ikki livur upp til hetta tá talan er um Afgansk flóttarbørn. Bræv at senda pakistansku myndugleikunum har tú mótmælir viðferðirni av pakistansku flóttabørnunum og har tú biðir myndugleikarnar um beinanvegin at seta altjóða samtyktirnar, ið landið hevur undirskriva viðvíkjandi rættindum hjá flóttabørnum í gildi. Your Excellency I am writing to you, because I am concerned about the safety of Afghan refugee children. I Sincerely aks you to take immediate steps to safeguard the rights of Afghan refugee children and furthermor to see that no Afghan refugee children are put in detention in contravention of international standards. And to comply with the provisions of UN Convention on the Rights of the Child, which it has ratified. I also urge you to ratify and implement the 1951 UN Convention relation to the Status of Refugees and its 1967 Protocol. Sincerely Skriva til Prime Minister Nawaz Sharif Office of the Prime Minister Islamabad Pakistan President Farooq Leghari Office of the President Aiwan-e Sadar Islamabad Pakistan Jólakonsertir í kirkjunum við Norðskála og á Glyvrum sunnudagin 30. nov. Fyrsta sunnudag í advent bjóðar Manskórið á Skálafjørðinum undir leiðslu av Jóhan Mortensen fólki á konsert bæði í kirkjuni við Norðskála og á Glyvrum. Konsertin við Norðskála verður klokkan 17.30. Fyri einum knøppum ári síðani hevði manskórið konsert í kirkjuni í sambandi við, at hon fylti seksti. Í ár er eitt ávíst samstarv fingið í lag við skúlan har norðuri, soleiðis at manskórið og skúlanæmingar fara at býta konsertina sínámillum. Næmingarnir fara at hugna um við luciagongd og sangi. Manskórið fer bæði at syngja kendar og væl umtóktar jólasálmar eins væl og okkurt forkunnugt, ið ikki hevur verið framført her heima á klettunum fyrr. Bæði hesi undanfarnu árini hevur Manskórið á Skálafjørðinum havt jólakonsert í kirkjuni á Glyvrum. Umframt manskórið fáa fólk eisini høvi at hoyra seks gentur syngja í einum sangbólki. Millum teirra er Eivør Pálsdóttir, ið var við kórinum á sangferðini til Eysturríkis og Italia í summar. Á Glyvrum verður konsertin kl. 21. Scilly Oyggja kapprógvingin Sum kunnugt vann >>Vestmenningur<< Ólavsøkusteypið hjá AMERADA HESS bólkinum og harvið høvið at fara niður til Scilly Oyggjarnar og luttaka í sonevndu World Championship Gig Racing í mai 1998. Vestmenningar eru nú tilmeldaðir. Stórur áhugi er fyri hesari kapping og yvir 60 bátar fara at luttaka. Í faru viku vóru Hálvdan Hálvdansen og Jan Johannesen fyri >>Vestmenning<< og umboð fyri Amerada Hess niðri í Cornwall og á Scilly Oyggjunum. Har kunnaðu teir seg um hesa rógving og hvussu hon fer fram og verður fyriskipað. Eisini varð keyptur ein bátur, sum vestmenningar skulu hava at íðka við. Hann kemur til Føroya í næstum. Til sjálvan róðurin fara vestmenningar at læna ein bát á Scilly Oyggjunum. Wreck of Zanzibar er heitið á einari sera vælumtóktari enskari barnabók, sum fer fram á Scilly Oyggjunum. Lívið á Scilly Oyggjunum í gomlum døgum hevur ikki verið ólíkt tí føroyska gerandisdegnum og verður henda bókin tískil nú týdd til føroyskt og fer Skúlabókagrunnurin at geva hana út í mai 98 um somu tíð sum kapprógvingin verður. Frá smákakum og klæðum til jólapynt Marknaðardagarnir í Runavík eru hava verið í nógv ár, og tað plagdi vera væleydnað. Seinast løgdu eini 5.000 fólk leiðina framvið ítróttarhøllini á marknaðardegnum. Men uttan iva hjálpir tað at tað er ókeypis at sleppa inn Fyrr var tað Handilsmiðdepilin inni á Skálafjørðinum, sum í síni tíð tók stig til marknaðardagin, men síðani tók Nes Sóknar ítróttarfelag yvir, og nú er tað NSI, sum stendur fyri tiltakinum. Tað eru nú nógv ár síðani, handlar á Skálafjørðinum tóku seg saman í handilsmiðdepilin fyri at gera handlarnar meiri sjónligar. Síðani hevur miðdepilin staðið fyri ymsum tiltøkum, m.a. lýsingaherferðum. Og tað skerst ikki burtur, at eystari armur á Skálafjørðinum er ein veruligir handilsmiðdepil. Sunrid Olsen, sum er formaður í handilsmiðdeplinum, sigur, at tað eru útvið 50 handlar av øllum sløgum limur í Handilsmiðdeplinum. Handilslívið her inni er nógv vaksið seinastu árini, sigur hon. Hon sigur, at handlarnir inni á Skálafjørðinum eru blivnir veruligir kappingarneytar til handlarnar í høvuðsstaðnum, báði í úrvali og í prísi og tað er ikki sørt, at havnarfólk eisini leita sær inneftir til handils. Heldur ikki eru norðoyingar ókendir á gøtunum í Runavíkini og har um vegir. Alt møguligt at selja Leygardagin eru so nógvir av handlunum á Runavíkini við á marknaðardegnum, sum verður í ítróttarhøllini. Marknaðardagurin er frá klokkan 14 til klokkan 20. Tilsamans eru einir 40 seljarar við á marknaðardegnum, sigur Súsanna Debes, sum er ein av fyrireikarunum Og har verður alt møguligt at fáa. Ikki minst klæðir frá teimum nógvu klædnahandlunum. ­ Men tað eru eisini nógv privatfólk, sum hava ymiskt at selja, sigur hon. ­ Ein skúlaflokkur hevur pakkað smáar pakkar til jólakalendaran. Onnur selja bundin og seymað pløgg. ­ Onkur annar selur kjálkar o.a. av fiski. Og uppaftur onnur selja, smákakur, jólapynt og jólaprýði. Bogaskjótifelagið Ørvur er við einum "skava og vinn^3 spæli við góðum vinningum. Lions Club skipar fyri onkrum og Grønir Skótar fara at selja candyfloss og poppkorn, og teir fara eisini at selja jólapynt, sum børnini hava gjørt - hetta bara fyri at nevna okkurt. ­ Á marknaðardegnum er eisini kakutombola og tað ber til at fáa ein kaffimunn við breyði, ella kaku, afturvið. Lutaseðlar verða seldir, har vinningurin er ein seyður. Somuleiðis fer AWJ at taka myndir til jólakort. Tvær mótasýningar Á markanaðrdegnum verða tvær mótasýningar. Ein verður klokkan 15.30 við barnaklæðum og ein verður klokkan 18.30 við vaksnamannaklæðum. Handlarnar, sum vísa klæðir fram, eru: Chic, Shari, Shop In, Hygg Inn, Jallur, Jungmann, handilin hjá Sannu, Curry og tógvhandilin hjá Mariu. Eisini undirhald Á marknaðardegnum verður eisini eitt sindur av undirhaldi. Klokkan 16.30 fer Jóhan Mortensen at spæla undir, meðan barnakór syngur jólasangir og barnasangir. Klokkan 19.30 kemur jólamaðurin framvið og hann hevur drops við til børnini. Beint áðrenn tað er liðugt, klokkan 20, verður drigið um seyðin. Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Danskur matvøruhandil vil keypa føroyskan fisk Danskur matvøruhandil lýsir í hósdagsblaðnum eftir føroyskum fiski at selja. Tann føroyski fiskurin er alt ov dýrur at keypa vanliga vegin, tí ov nógvir millumhandlarar eru, og kann tí ikki seljast aftur til vanlig fólk, sigur keypmaðurin Tað er næstan ómøguligt at fáa føroyskan fisk fyri slíkan prís, at til ber at selja hann aftur í matvøruhandlinum, sigur danskur keypmaður, sum nú vil sleppa at keypa beinleiðis frá framleiðara í Føroyum. Í Sosialinum í gjár stóð lýsing frá handlinum Spar í Rønde, sum vil keypa føroyskan fisk. Rønde er lítil býur inni í Århusvíkini. Júst í økinum, har føroysk vika hevur verið fyrr í hesum mánaðinum. Else Lang, sum eigur handilin, sigur, at tey kenna eitt sindur til Føroyar, men at hendan vikan, sum verið hevur, hevur ávirkað til, at tey nú royna at fáa føroyskan fisk beinleiðis frá framleiðaranum. Ring marknaðarføring Tað er soleiðis, sigur Else Lang, at tey hava roynt at fingið fisk frá onkrum av teimum stóru útflytarunum, men tað tykist sera trupult. >>Viðhvørt vilja teir handla við okkum, og viðhvørt vilja teir ikki. Teir halda ikki avtalur, og tað ber ikki til at líta á.<< Og hava tey so endiliga fingið fatur á fiski, er hann so dýrur, at at kalla eingin hevur ráð at keypa hann aftur úr diskinum. Tað ber ikki til, heldur Else Lang. Og grundin er tann, sigur hon, at tað eru alt ov nógvir millumhandlarar á vegnum, sum dýrka fiskin skammiliga, áðrenn brúkarin fær hann. Hetta er júst tað, Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, vísti á í samrøðu við Sosialin herfyri. Og hon heldur ikki, at føroyingar duga serliga væl at eggja fólki til at keypa. Pakningurin er rætt ov slætt ov keðiligur, heldur hon. Alt líkist, og ov lítið verður gjørt burtur úr, at hetta er føroyskur fiskur, sum er nakað serligt. Tí tað er hann, sigur Else Lang. Góðskan er nógv betri enn tað, sum fæst aðrastaðni. Eta meira fisk Danir eta nógvan fisk í løtuni, sigur Else Lang. Tað hevur verið eitt lýsingarframtak í donskum sjónvarpi í longri tíð, sum skal fáa danir at eta meira fisk. Og hon heldur, at tað nú er farið at merkjast. Men góðskan er ikki altíð líka góð, og prísurin er høgur. >>Men nú vita vit, at føroyskur fiskur er fyrsta floks, og hann vilja vit fegin keypa. Tí vit eru vís í, at vit kunnu selja hann víðari,<< sigur Else Lang. Og tað er nú, føroyingar skulu satsa, sigur hon. Øll tosa um Barbaru, og føroyingar eru nakrir dólgar, um teir ikki útnytta tað. Hon sigur, at hon kennir til, at ikki allir danir altíð hava tosað so positivt um Føroyar, men Barbara tykist bert fáa góða umtalu. Og tað smittar yvir á restina av landinum, sigur hon. Annars liggur Rønde, sum sagt, í økinum, har føroyska vikan var fyrr í mánaðinum, og tað hevur eisini ávirka áhugan fyri føroyskum vørum. Ferðafólkini Tað koma nógv ferðafólk til umráðið um summarið, sigur Else Lang. Serliga nógvir týskarar. Og teir vilja fegnir keypa fisk. Tað tykist, sum teir ikki fáa nokk av fiski í Týsklandi, tí teir keypa heim aftur við sær. Høvdu týskararnir fingið tann góða, føroyska fiskin fyri ein sámuligan prís, ivast Else Lang ikki í, at tey kundu selt fyri milliónir. Tað eru serliga ávís fiskasløg, sum føroyingar veiða, tey eru áhugaði í, sigur Else Lang. Alifisk, so sum síl og laks, ber til at fáa allastaðni, men svartkalva og upsa halda tey mangla, sigur hon. Tey hava ein dreym um, sigur Else Lang, at hava ein føroyskan fiskadisk burtur av standandi í handlinum. Okkurt serligt, sum líkist frá tí traditionella, sum fæst allastaðni. Else Lang sigur, at tað eru eisini aðrir handlar í Danmark, sum saktans kundu selt meira føroyskan fisk, um til bar at fáa hendur á honum beinleiðis frá framleiðaranum. Tað ber til Eitt av fiskavirkjunum, sum sjálvt selur sína framleiðslu, er Fiskavirkið í Gøtu. Páll Gregersen, stjóri, sigur, at tað ber væl til at handla við smáar keyparar, bara hesir gjalda fyri vøruna. Fiskavirkið selir hvørja viku til kundar, sum bara keypa nøkur hundrað kilog, og tað ber væl til. Hjá teimum er mest talan um feska og saltaða vøru, sigur Páll Gregersen. Men tað ber eins væl til at selja fryst til smáar kundar, heldur hann. Ein trupuleiki, sum hevur verið, tá talan hevur verið um at selja feskt, var tann, at so ringt var at fáa ta røttu nøgdina, tá hon skuldi brúkast. Fyrr var neyðugt at keypa heilar lastir, hóast tú bert skuldi brúka eitt lítið sindur. Hetta er heilt ørðvísi nú, ein rættilig uppboðssøla er komin, sigur Páll Gregersen. Hann heldur, at um viljin er at handla við smáar kundar, ber tað eisini til. Eingin orsøk er til ikki at lata regluliga til ein kunda, hóast hann er lítil. Páll Gregersen sigur, at Fiskavirkið hevur kundar, sum lata upp til 10 krónur meira fyri føroyskan fisk, enn annan, tí teir vita, at góðskan er í lagi. So tá nú ein kundi meldar seg og vil keypa føroyskan fisk fyri góðskuna skuld, er skilagott at royna. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Jan Dam má siga nei til Ísrael Fótbóltur: Læknarnir hava rátt Jan Dam frá at spæla fótbólt aftur í ár Tíðindini komu óvart, soleiðis sum tey so ofta gera í ítróttarheiminum, tá landsliðsspælarin Jan Dam í síðstu viku ein fyrispurning frá ísraelskum felag, sum vildi hava hann at koma at spæla við teimum. Men hóast Jan Dam hevði áhuga í tilboðnum úr Ísrael, noyddist hann at siga nei. Orsøkin er at Jan Da, hevur tikið eina skrúvu, sum hann hevur havt sitandi í beinum, úr, og læknar hava rátt honum frá at spæla fótbólt aftur í ár. Jan er í løtuni í holt við uppvenjing við vektum og øðrum, og ikki fyrr enn næsta ár, skal hann fara undir fótbóltsspæl aftur. So tað var ein keddur Jan Dam, sum noyddist at siga nei til ísraelsmenn. Ætlanin var at hann skuldi loysa skadda sweeparan hjá ísraelska 1. deildarliðnum av fram til 1. mai, tá hann eftir ætlan skuldi vera førur fyri at spæla aftur. Í Ísrael liva fótbóltsspælarar av at spæla fótbólt, og tað skuldi Jan Dam eisini gera meðan hann spældi har. Havnar Bóltfelag kundi eisini síggja fram til eina samsýning frá ísraelska felagnum. Oddafeløgini rýma frá hinum Talv: Kollafjørður og Havnin eru væl frammanfyri hini liðini í 1. deild Liðkappingin í talvi í 1. deild líkist alt meiri einum tvídysti millum Kollafjørð og Havnin. Meistaraliðið úr Klaksvík mistu aftur stig í mun til tey bæði oddaliðini, og í løtuni er Klaksvík 1 hálvtfjórða stig aftanfyri Kollafjørð, sum er eitt stig frammanfyri Havnina. Stóri dysturin seinasta vikuskiftið var millum bestu liðini hjá Havnini og Klaksvík. Rani Nolsøe var viðaftur hjá klaksvíkingum, og á 1. borði vann hann sín dyst móti Torben Ø. Johansen. Flóvin Tór Næss vann á 2. borði sítt talv móti Ólavur Simonsen, og á fjórða borði vann Suni Merkistein á Haldur Suni Johansen. Tá talvið millum Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Steintór Rasmussen á triðja borði endaði remis, var sigurin hjá Havnini greiður, úrslitið var 21/2-11/2. Oddaliðið Kollafjørður vann greiðan sigur á Klaksvík 2, úrslitið var 3-1. Stigið, sum Klaksvík fekk, vann Tummas Martin Anthoniussen á triðja borði, har hann telvaði ímóti Bernhard Thomsen. Tigar H. Persson, Torbjørn Thomsen og Poul Martin Hansen vunnu síni talv. Seinasti dysturin var millum Streym og Vestmanna, og her endaði dysturin javnur. Talvini á tveimum teimum fremstu borðunum endaðu jøvn, og á aftaru borðunum vunnu liðni hvør sín dyst. Havnin á odda Havnin stevnir í løtuni fram móti tveimum liðum í 1. deild næsta ár, tí í 2. deild liggja teir greitt á odda. Seinasta vikuskiftið vann Havnin heili 4-0 á Gøtu, sum kom upp úr 3. deild í fjør. Poul Poulsen, Jeffri Justinussen, Jóannes Guttesen og Hans Birgir Højgaard vunnu allir sínar dystir. Í hølunum á besta liðnum hjá Havnini er Toftir og Havnin 2, sum bæði hava sjey stig. Kollafjørður 1, sum kom úr 1. deild í fjør, liggur sum nummar 4. Í 3. deild, har kappingin er í tveimum, liggja ávíkavist og Sandavágur og Havnin á oda. í 3. deild A er Sandvágur langt á odda, og tað tykist ikki sum Sumba ella Runavík kunnu fylgja við oddaliðnum. Í 3. deild B er nakað javnari tí Havnin hevur 9 stig og Klaksvík 1 hálvt stig minni. Í unglingadeildini var toppdystur millum Havnina og Klaksvík 1. Liðini hittust í Havn, og dysturin millum sterku telvarunum á liðunum báðum gjørdist javnur og spennandi. Endin var at Havnin vann 21/2-11/2. Havnin er tí eitt stig frammanfyri Klaksvík 1 í løtuni, meðan Klaksvík 2, sum er triðja liðið í deildini, enn einki stig hevur vunnið. Í dreingjadeildini er Kollafjørður á odda við fullum stigatali. Teir hava vunnið báðar sínar dystir, meðan Havnin hevur hálvt stig minni. Telvað verður aftur í liðkappingini komandi vikuskiftið. Eyðun Klakkstein Talvhagtøl Talv: Øll hagtølini frá triðja umfari í liðkappingini í talvi 1. deild 3. umfar, sunnudagin 23. november Havnin-Klaksvík 121/2-11/2 Torben Ø. Johansen-Rani Nolsøe0-1 Flóvin Tór Næss-Ólavur Simonsen1-0 Carl Eli N. Samuelsen-Steintór Rasmussen1/2-1/2 Suni Merkistein-Haldur Suni Johansen1-0 Kollafjørður-Klaksvík 23-1 Tigar H. Persson-Terji Petersen1-0 Torbjørn Thomsen-Finnbjørn Vang1-0 Bernhard Thomsen-Tummas A. Anthoinussen0-1 Poul Martin Hansen-Símun P. Anthoniussen1-0 Streymur-Vestmanna2-2 Martin Brekká-John Jacobsen1/2-1/2 Gunnar Joensen-Kári O. Durhuus1/2-1/2 Sámal Christiansen-Jón Mikkelsen0-1 Bergur Magnussen-Niels O. Durhuus1-0 Støðan 1. Kollafjørður10 stig 2. Havnin9 stig 3. Klaksvík 16,5 stig 4. Streymur4,5 stig 5. Vestmanna3,5 stig 6. Klaksvík 22,5 stig 2. deild 3. umfar, sunnudagin 23. november Kollafjørður 1-Toftir2-2 Grettir Djurhuus-Jens Chr. Hansen0-1 Niclas M. Joensen-Helgi Joensen1-0 Karl L. Johansen-Wenzil Højgaard1/2-1/2 Eivind Jacobsen-Jústines Hansen1/2-1/2 Havnin 1-Gøta4-0 Poul Poulsen-Jónfinn Thomsen1-0 Jeffri Justinussen-Jákup Joensen1-0 Jóannes Guttesen-Heri Thomsen1-0 Hans Birgir Højgaard-Kári Mørkøre1-0 Havnin 2-Kollafjørður 23-1 Jógvan Næss-Finn Christensen1-0 Sigurð Justinussen-Virgar Fagraklett1-0 Martin Poulsen-Hans Kr. Simonsen1/2-1/2 Olaf Berg-Alex Dalsgaard1/2-1/2 Støðan 1.Havnin 19 stig 2. Havnin 27 stig 2. Toftir7 stig 4. Kollafjørður 15,5 stig 5. Gøta4 stig 5. Kollafjørður 23,5 stig 3. deild A 3. umfar, 22 og 23. november Kollafjørður-Sandavágur1/2-31/2 Hans Petur Joensen-Bernhard Augustinussen0-1 Gert Hansen-Gutti Petersen1/2-1/2 Hans Martin Andreasen-Heri Christoffersen0-1 Hávarður Jensen-Hjalti Petersen0-1 Runavík 1-Rókur 22-2 Brandur K. Jacobsen-Archibald Andreasen1/2-1/2 Eyðun Lamhauge-Jógvan Sólsker1-0 Jákup Martin Jacoben-Sonni Poulsen0-1 Sonni Petersen-Joen P. Christiansen1/2-1/2 Klaksvík 2-Sumba2-2 Thorleif Eyðun Petersen-Alvin Joensen 0-1 Dánjal Ennistíg-Margo Joensen0-1 Sankey M. Joensen-Ingálvur Kjærbo1-0 Dávur Kallsø-Jens Pauli í Dali1-0 Støðan 1. Sundavágur10,5 stig 2. Sumba6,5 stig 2. Runavík 16,5 stig 4. Klaksvík 25 stig 5. Rókur 24 stig 6. Kollafjørður3,5 stig 3. deild B 3. umfar, 22 og 23. november Runavík 2-Vestmanna1-3 Petur Hammer-Jóan Pauli Johannesen0-1 Hans Andr. Midjord-Jákup Andreasen0-1 Jón Hammer-Virgar Hansen1/2-1/2 Snæbjørn Justinussen-Hanus Ingi Hansen1/2-1/2 Toftir-Klaksvík 12-2 Øssur Hansen-John Sivertsen1-0 Sigurð Joensen-Ingolf Gaard1/2-1/2 Oddmar Andreasen-Rúni Dragaberg1/2-1/2 Hans Arni Davidsen-Óli Joensen0-1 Rókur 1-Havnin11/2-11/2 Petur Sumberg-Suni Jacobsen0-1 Ingolf Debes-Jákup A. Jensen0-1 Karl Martin S. Jensen-Frants Eliasen1/2-1/2 Mikkjal Joensen-Jóannes V. Hansen1-0 Støðan 1. Havnin9 stig 2. Klaksvík 18,5 stig 3. Toftir6 stig 3. Vestmanna6 stig 5. Rókur 15 stig 6. Runavík1,5 stig Unglingar 3. umfar, 22. november Havnin-Klaksvík 121/2-11/2 Flóvin Tór Næss-Terji Petersen 1-0 Carl Eli N. Samuelsen-Ingolf Gaard1-0 Martin Poulsen-Rúni Dragaberg0-1 Jóannes V. Hansen-Óli Joensen1/2-1/2 Støðan 1. Havnin6,5 stig 2. Klaksvík 15,5 stig 3. Klaksvík 20 stig Dreingir 3. umfar, 22. november Havnin 2-Rókur0-4 Poula Poulsen-Jóhan Petur Sumberg0-1 Rannvá Z. Jensen-Karl Martin S. Jensen0-1 Turið-Hans Erik S. Jensen0-1 Maria Poulsen0-1 Havnin 1-Vestmanna4-0 Olaf Berg-Jan E. Petersen1-0 Teitur Albinus-Jóan Martin Andreasen1-0 Hjlati Jacobsen-Johs. Johannesen1-0 Rúni Patursson-Baldur Kampmann1-0 Støðan 1. Kollafjørður8 stig 2. Havnin7,5 stig 3. Rókur4 stig 4. Havnin2,5 stig 5. Vestmanna2 stig StÍF vann stórsigur á GÍ Hondbóltur: Eingin ivi var um úrslitið, tá oddaliðið og botnliðið spældu á Skála mikukvøldið 1. deild kvinnur: StÍF-GÍ 28-12 (12-6) Kvinnuliðini hjá StÍF og GÍ spældu sín dyst í sætta umfari mikukvøldið. Og tað var oddaliðið, sum vann á botnliðnum, og tað við stórum muni eisini. Eftir spæl í 10 minuttir hevð StÍF longu sett ferð á, og tær øktu bara um leiðsluna sum dysturin leið. GÍ-verjan var merkisverd ótøtt hesaferð, og tað var ikki sørt, at StÍF hevði spælandi lætt við at skora mál í seinna hálvleiki. Í hálvleikinum var StÍF frammanfyri 12-6. GÍ helt nøkunlunda tørn í byrjanini av seinna hálvleiki, men eftir eitt korter datt alt niðurfyri, og skolaðu StÍF-málini inn. Frá 12. minutti til 25. minutt gjørdi GÍ einki mál, og StÍF fór frá 18-10 og uppá 26-10. Seinasta partin fekk GÍ tvey mál, men StÍF økti enn meiri um leiðsluna, so munurin í endaliga var ikki færri enn 16 mál, úrslitið var 28-12 til StÍF. Úrslitið hevði við sær, at trý lið liggja á odda í deildini, og trý lið liggja jøvn í botninum. Saman við StÍF hava Kyndil og Neistin 10 stig, og saman við GÍ hava Stjørnan og VB tvey stig. Hondbóltshagtøl Hondbóltur: Úrslit frá og málskjúttar í dystunum í 1. deild mikukvøldið 1. deild menn, 6. umfar Kyndil-VÍF 24-23 (9-9) Kyndil: Bárður Johannesen 7, Hannis Wardum 5, Uni Wardum 5, Dia Midjord 4, Hans Áki Dal-Christiansen 2, Bjarni Wardum VÍF: Sámal Joensen 7, Áki Olsen 5, Rógvi Nielsen 4, Áki G. Olsen 3, Johnny Joensen 3, Ingi Olsen Støðan 1. VÍF64-0-2177-1208 2. H7164-0-2158-1518 3. Kyndil64-0-2153-1498 4. StÍF63-1-2160-1507 5. Neistin61-1-4 137-1663 6. KÍF61-0-5133-1512 Næstu dystirnir 3/12 H71-Neistin 6/12 KÍF-Kyndil 7/12 VÍF-StÍF 1. deild kvinnur, 6. umfar StÍF-GÍ 28-12 (12-6) StÍF: Paula B. Jacobsen 10, Signhild Petersen 7, Katrin Petersen 4, Anna Maria Berthelsen 3, Eyðleyg Mikkelsen 2, Karin E. Hansen, Hanna Thorleifsson GÍ: Sunrid Gleðisheygg 3, Annika Jacobsen 3, Linda Toftegaard 3, Beinta Joensen 2, Kristine Ellingsgaard Støðan 1. Kyndil65-0-1154-12010 2. StÍF65-0-1141-11410 3. Neistin65-0-1129-10310 4. Stjørnan61-0-5119-1432 5. GÍ61-0-5119-1522 6. VB61-0-5112-1462 Næstu dystirnir 3/12 Kyndil-GÍ 3/12 StÍF-Neistin 6/12 GÍ-Stjørnan 7/12 VB-Kyndil Kyndil setti eld í Hondbóltur: Kyndil skapti stóran spenning í oddinum í mansdeildini, tá teir vunnu á VÍF 1. deild menn: Kyndil-VÍF 24-23 (9-9) Kyndil setti rættiliga eld í oddastríðið í mansdeildini, og tað eru bæði ár og dagur síðani, at so spennandi var í manshondbóltinum Heili fýra lið liggja nú lið um lið í oddinum, og ber eitt stig er á muni. VÍF, H71 og Kyndil hava øll átta stig, meðan StÍF hevur sjey stig. Og tá hugsað verður um spenningin í oddinum hevði dysturinum millum Kyndil og VÍF mikukvøldið almikið at siga. Vann VÍF vóru teir einsamallir á odda, og Kyndil var dottin afturúr, men vann Kyndil lógu fýra lið á jøvnum, og so var rættiligur spenningur í. Og fyri nøsini av umleið 300 áskoðarum, kláraði liðið hjá Sverra Jacobsen at fáa vestmenningar í gólvið, og vinna við einum máli. Ingi aftur mansvardur Tað byrjaði eisini gott hjá Kyndlaliðnum, sum var nógv tað betra fyrstu løtuna. Teir skoraðu nógv mál fyrsta partin av dystinum, meðan vestmenningar løgdu meiri enn trilvandi fyri. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom vend í, og seinasti parturin av fyrra hálvleiki var besta tíðarskeiðið hjá VÍF í dystinum. Tá fingu teir skil á verjupartin, stegðaðu tøttu málunum hjá Kyndli, og fóru sjálvir at gera mál. Ingi Olsen varð triðja dystin á rað mansvardur, og fekk lítið gjørt. Hans Áki Dahl-Christiansen hevði ótakksomu uppgávuna, at taka vanliga sentrala spælaran hjá VÍF burtur úr, og tað hevði eisini við sær, at VÍF-spælið nógva av tíðini var rættiliga stirvið. Áki Olsen fekk ikki so nógv burtur úr, sum hann plagar, og tað var í roynd og veru Sámal Joensen á høgra bakki helt VÍF inni í dystinum nógva av tíðini. Løgdu til brots aftur VÍF var aftanfyri 8-3, tá 12 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, men áðrenn hálvleikssteðgin høvdu teir tikið alla leiðsluna frá Kyndli, og tá lá líkasum í luftini, at vestmenningar vóru komnir fyri seg, og fóru at halda fram í seinna hálvleiki. Men tað skuldi ikki verða. Sjálvt eftir ein vánaligan enda av fyrra hálvleiki góvu Kyndlaspælararnir ikki upp, og í hálvleikinum fekk Kyndil rætta somikið uppá mistøkini frá fyrra hálvleiki, at teir løgdu rættiliga til brots aftur frá byrjan av í seinna hálvleiki. Bárður Johannesen skoraði fýra ferðir á rað við júst somu uppskrift (her vóru VÍF^1arnir nakað seinir at verja fyri), og hóast VÍF fylgdi væl við, fór Kyndil fram um aftur, og so var eingin vegur aftur. Verjuparturin hjá VÍF var ikki sannførandi í seinna hálvleiki, og tá Kyndil fekk møguleikan tóku teir av. Í hinum endanum vísti málverjin Hans á Lag enn einaferð, at millum annað hann er munurin á Kyndlaliðnum í fjør og í ár. Hann hevði gott tak á royndunum hjá Áka Olsen, og at yngsti Olsen-bróðurin ikki gjørdi fleiri enn 5 mál hendan dystin, komst fyrst og fremst av málmanspælinum hjá Hans á Lag. Leiðslan var nóg stór Tað gjørdist ikki rættiligur spenningur í dystinum, tá leið móti endanum. Kyndil var komið so mikið fram um, at sigurin var ongantíð vanda, heldur ikki tá Ingi Olsen við sínum einasta máli í dystinum gjørdi tað til 24-23. Einki mál kom afturat, og so kundu Kyndlaspælararnir fegnast um fyrsta sigurin á VÍF langar tíðir. Sigurin hjá Kyndli ger, at liðið nú er væl við í oddinum. Teir liggja saman við VÍF og H71 heilt har frammi, og næstu umførini fara at skilja menninar frá dreingjunum, tí tað fara neyvan fýra lið at liggja í oddinum alt árið. Skikka tær væl Danska stjórnin er í vanda, um forsætisráðharrin framhaldandi ikki vil sættast við føroyingar. Tað var niðurstøðan hjá meirlutanum í Politisku búskaparnevndini, sum mikudagin var í samráð við Nyrup Rasmussen í Fólkatinginum Tað leikar hart á í danska Fólkatinginum um viðurskiftini millum donsku stjórnina og føroyingar. Tað er ið hvussu so er veruleikin í andstøðuni, sum áhaldandi hevur funnist at tørvandi samskiftinum millum forsætisráðharran og Landsstýrið. - Hetta verður ikki góðtikið, um danska stjórnin ikki tekur annað skinn um bak, tá tað ræður um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Tað sigur meirlutin í Fólkatinginum, sum ikki vil gongur við til, at OEmisálit valdar millum forsætisráðharran og Landsstýrið^1, sum tikið varð til eftir samráðið mikudagin. Kann fáa avleiðingar - Heldur Nyrup Rasmussen fram sum higartil, kann tað í ringasta føri fáa avleiðingar fyri donsku stjórnina, siga, Vinstraflokkurin og teir Konservativu eftir samráðið í Politsku búskaparnevndini mikudagin. Í gjár fekk Nyrup Rasmussen eina "nøs^3 fyri handfaring sína av habilitetsmálinum í nevndini, sum kannar bankamálið. Hann fekk eisini harðar ábreiðslur fyri sína framferð mótvegis Føroyum undir orðaskiftinum aftaná setanarrøðuna í Fólkatinginum í oktober mánað. Meirlutin í Politisku búskaparnevndini - teir borgarligu flokkarnar og Eindarlistin - samdust um at geva Nyrup nøsina, undantikin SF, sum í einum eyka skrivi gjørdi vart við, at einki nýtt var komið fram, í mun til tær ábreiðslur, sum Nyrup Rasmussen fekk herfyri í sama máli. Vilja royna parlamentarisku heimildina - Um støðan hjá stjórnini ikki broytist, og hon heldur fram við at vera so negativ mótvegis føroyingum, er ikki óvist, at Vinstriflokkurin fer at royna parlamentarisku heimildina hjá stjórnini í hesum sambandi, segði Pia Larsen eftir samráðið í gjár. Per Stig Møller, formaður í Konservativa flokkinum er eisini ógvuliga atfinningarsamur mótvegis forsætisráðharranum. - Eitt mark er fyri, hvussu langt kann farast, áðrenn ríkisfelagsskapurin kemur í vanda. Tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur Per Stig Møller. Poul Nyrup Rasmussen fær ábreiðslur fyri, at hann ikki gav føroyingum eina umbering, tá Frank Jensen órættvíst gav Landsstýrinum medábyrgd av habilitetsmálinum í Kanningarnevndini. Eisini fanst meirlutin í Politisku búskaparnevandini at aftursvarinum hjá Nyrup Rasmussen til Jóhs. M. Olsen, sum OEgjørdi ilt verri^1 í tí annars troyttandi samstarvinum millum londini. Í síni røðu í Fólkatinginum 9. oktober, tagdi Nyrup Rasmusssen ikki burtur teir trupulleikarhann hevði av føroyingunum, men valdi OE millum vinir,^1 at tosa um medábyrgd og kom eisini við ábreiðslum, hóast hann samstundis helt, at ríkisfelagsskapurin ikki var í vanda. Føroyingar geva okkum skyldina fyri alt - Tað er einki at dylja, at eg ofta havi kent meg ørkymlaðan, og við hvørt havi eg eisini kent tað, sum skeldaðu føroyingar okkum danir út í ríkiligt mát, segði forsætisráðharrin og legði aftrat, at hann segði hetta OEvinarliga og í orðsins besta týdningi^1. Nyrup Rasmussen segði eisini í aftursvarinum til orðaskiftið í Fólkatinginum, at hann við hvørt kendi tað, sum vildu føroyingar leggja alla ábyrgdina av trupulleikunum í Føroyum, á danskar herðar. Aftaná samráðið vildi Nyrup Rasmussen ikki gera viðmerking til atfinningarnar frá Politisku búskaparnevdini í Fólkatinginum. Javnaðarmenn fara at goyma krútið ­ Tað skal helst ikki enda í púra ongum. Tí verður ikki lagt til brots enn, men bíðað umstøðurnar tala fyri tí ­ Táið vit hava gjørt tað, er tað sjálvandi tí, at vit ætla at brúka tað. ­ Men umstøðurnar eru ikki til tað beint nú Javnaðarflokkurin er einasti flokkur við einum ítøkiligum uppskoti til, hvussu útjaðarin í Føroyum kann mennast. Lokalpolitikarar úr útjaðaranum hava mangan givið ilt av sær tí at landspolitikarir geva tí so lítlan ans, at fólkið rýmir úr útjaðaranum, í miðstaðarøkið, og at tey, sum flyta til landið, bara flyta til Havnar og har um vegis. Seinast var í Sosialinum í gjár, táið býráðsformaðurin á Tvøroyri skeyt til høgru og vinstru - men tók kortini hattin av fyri Jóannesi Eidesgaard av tí at hann var einasti landspolitikari, sum tók tey harmiligu viðurskiftini hjá útjaðaranum uppá tunguna Vit hava síðani spurt formann javnaðarfloksins, nær ætlanin er at reisa málið. Hann sigur, at útjaðarin í Føroyum verður eitt høvuðsevnið hjá Javnaðarflokkinum til komandi val. ­ Og koma vit soleiðis fyri eftir valið, at vit koma í samráðingar um samgongu, verður trupulleikin hjá útjaðaranum eitt høvuðsmál hjá flokkinum. ­ Útjaðarin er heilt avgjørt eitt mál, sum verður ovaliga á dagsskránni. Men hví ikki reisa málið beinanvegin? ­ Tað skal helst ikki enda við, at onki kemur burturúr. Tí ætla vit ikki at reisa málið fyrrenn rætta løtan er komin. Jóannes Eidesgaard er samdur við teimum, sum siga, at trupulleikarnir hjá útjaðaranum eru ovurhonds álvarsligir. ­ Ein orsøkin til, at útjaðarin tapir fyri miðstaðarøkinum, er at tað eru ov fá størv til fólk við útbúgving. ­ Eg havi alla virðing fyri fiskafólki og arbeiðsfólki annars. Men skal útjaðarin yvirliva, er neyðugt við øðrum størvum eisini. ­ Men tað krevur so, at almenn umsiting verður løgd úti um landið. ­ Talan kann t.d. verða um at leggja partar av heilsuverkinum, almannaverkinum, skúlaverkinum, og kanska eisini landsverkfrøðinginum, úti um landið, bara fyri at nevna nøkur dømi. ­ Tey arbeiðsplássini hava ótrúligan týdning fyri trivnaðin í einum øki. Men hinvegin sigur Jóannes Eidesgaard, at táið hann tosar um útjaðarar, tosar hann ikki um arbeiðspláss í hvørji bygd. ­ Eg tosi um øki. Tí tað er óhugsandi, at fólk skulu krevja, at tey skulu sleppa undan at flyta seg í aðra bygd at arbeiða, sigur hann. Formaður javnaðarfloksins heldur avgjørt, at er vilji til staðar, ber tað væl til at liða almenna umsiting sundur. ­ Í míni landsstýristíð gjørdi eg ikki so lítið við tað T.d. fekk almannastovan deildir báði í Suðuroy, í Vágum, Í Norðoyggjum og í Eysturoynni. ­ Tú báði flytir størv úr Havnini, og fær eina betri tænastu. Samferðslumøguleikar Jóannes Eidesgaard sigur, at ein annar, avgerðandi táttur er samferðslan. ­ Tað ber ikki til, at samferðslan skal gera tað so nógv dýrari at búgva úti á bygd. Tað ber ikki til, at eitt útjaðaravirki skal bløða út, áðrenn tað hevur fingið fatur á rávøruni, tí hon er so dýr at flyta til virkið. Tað er órímiligt, at skúvoyingurin betalir 30 oyru meiri fyri hvønn litur av olju. Og tað er órímilgt, at ein bygdarskúli skal betala meiri fyri internetið, enn ein skúli í miðstaðarøkinum. Men fyrst av øllum heldur formaður javnaðarfloksins, at spurningurin um kommunuskuldina loysast. Javnaðarflokkurin hevur skotið upp at styrkja kommunala veðhaldsgrunnin til ein lánigrunn, sum tær ringast staddu kommunurnar kunnu fáa heilt bílig lán úr. ­ Tað er átaluvert, at Eilif Samuelsen førir fram, at trupulleikin hjá kommunum er loystur. Men tað er hann ikki, Hann er ikki loystur, fyrrenn trupulleikin hjá tí ringast stadda eisini er loystur. Nú var Páll Vang so fegin um útspælið hjá Javnaðarflokkinum, at hann bjóðaði sær til at verða stillari hjá tær komandi ár. ­ Eg veit ikki ,huvssu eg skal taka hatta har. Men, okay, øll hava loyvi a blíva klókari.... Vit fara at taka Javnstøðunevndina við upp á ráð Løgmaður hevur boðað Javnstøðunevndini frá, at hann tekur undir við, at Javnstøðunevndin sum eftirlitsmyndugleiki fær beinleiðis kunnan frá landsstýrinum í teimum førum, tá ið ivi er um, hvørt ein nevnd kemur undir ásetingarnar í javnstøðulógini, sigur Edmund Joensen, løgmaður í svari til Maritu Petersen, løgtingsmann Javnaðarfloksins Edmund Joensen, løgmaður Løgmaður svarar Maritu Petersen við fyrst at greiða frá, hvussu nevndirnar nú eru mannaðar. Hann sigur, at landsskúlaráðið, sum er ein av teimum átta nevndunum, ið eru fevndar av niðurstøðu kanningarstjórans, ikki er til longur. Menningargrunnur Ídnaðarins hevur fingið nýggja nevnd og lýkur nú treytirnar í javnstøðulógini. Nevndin, sum varar av Suðuroyar Sjúkrahúsi, og sum er umrødd í frágreiðing kanningarstjórans, varð tikin av á ólavsøku 1996. Við Suðuroyar Sjúkrahús situr nú eitt sjúkrahúsráð. Ráðið er mannað við trimum kvinnum og tveimum monnum. Í skrivi til løgmann dagfest tann 3. november 1997 hevur landsst'hrismaðurin í kommunumálum boðað frá, at tey fýra umboðini í Býarskipanarnevndini, ið hann velur, beinanvegin verða vald av nýggjum, soleiðis at í minsta lagi tvey av hesum verða kvinnur, og at hann fer at biðja Føroya Kommunufelag, sum skal velja 2 limir, um at velja av nýggjum, soleiðis at annar av hesum limum verður kvinna. Tá hetta er gjørt, lýkur Býarskipanarnevndin ásetingarnar í javnstøðulógini. Útvarps- og Sjónvarpsnevndin eru umskipaðar, og lýka tær nú ásetingarnar í lógini. Í skrivi til løgmann dagfest tann 30. oktober 1997 hevur Vinnumálastýrið boðað frá, at tað er farið undir at velja Jarðarráðið av nýggjum, soleiðis at tað lýkur ásetingarnar í javnstøðulógini. Av 11 limum í umsjónarráðnum í Landsbankanum velur landstýrið fimm, meðan seks verða vald av vinnufeløgunum. Í skrivi til løgmann dagfest tann 31. oktober 1997 hevur landsstýrismaðuri ní fíggjarmálum upplýst, at tað er sera trupult at velja umsjónarráðið í Landsbankanum. Sjálvt um landsstýrið tann 28. august 1995 valdi fýra menn og eina kvinnu í ráðið í Landsbankanum, vórðu umboðini fyri vinnufeløgini ikki vald fyrr enn 5. november 1996. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skjýtur tí upp, at umsjónarráðið í Landsbankanum verður sitandi valskeiðið út, og at javnstøðulogin verður fylgd, tá ið umsjónarráðið verður valt av nýggjum. Hesar nevndir eru soleiðis mannaðar í dag: Menningargrunnur Ídnaðarins Nevnd: Tveir menn og ein kvinna. Tiltakslimir: Tveir menn og ein kvinna Sjónvarpsnevndin Nevnd: Tríggir menn og tríggjar kvinnur Tiltakslimir: Tríggir menn og tríggjar kvinnur Ráðið fyri Suðuroyar Sjúkrahús Nevnd: Tríggjar kvinnur og tveir menn Tiltakslimir: Ein kvinna og ein maður Jarðarráðið nevnd: Fimm menn Tiltakslimir: Fimm menn Býarskipanarnevndin Nevnd: Sjey menn Landsbanki Føroya Limir í umsjónarráðnum, ið eru valdi av landsstýrinum: Fýra menn og ein kvinna Í tíðarskeiðnum 7. februar 1996 - 11. juni 1996, tá ið sitandi samgonga varð umskipað, valdi landsstýrið hesar nevndir: Nevnd at gera uppskot til stuðul til menning av fiskivinnu á landi og heildarætlan fyri innfluttan fisk Nevnd: Fimm menn og ein kvinna. Nevndin varð liðug við arbeiðssetning sín í mai 1996. Val av líkningarráð Tvær kvinnur og ein maður Val av nevnd til endurskoðan av inntøkutrygdini Nevnd: Átta menn. Tiltakslimir: Fýra menn Nevndin, ið er vald sambært uppskoti frá vinnufeløgunum, skuldi ætlandi verða liðug við arbeiði sítt í 1996. Sambært upplýsingum frá fiskivinnudeildini verður nevndin væntandi liðug í ár. Í tíðarskeiðinum frá 11. juni 1996, tá ið samgongan varð umskipað, og higartil hava landsstýrismenn og løgmaður valt niðanfyristandandi nevndir: Val av limum í kappingarráðið Nevnd: Tveir menn og ein kvinna Tiltakslimir: Tveir menn og ein kvinna Val av KT-nevnd Nevnd: Seks menn nevndin skal verða liðug við arbeiði sítt tann 15. desember 'ár. Landsstýrismaðuri ní undirvísingarmálum hevur upplýst, at hann hevur søkt Javnstøðunevndina um undantak frá ásetingunum í javnstøðulógini. Javnstøðunevndin hevur ikki enn svarað umsóknini. Val av Granskingarráð Føroya Nevnd: Tríggjar kvinnug ov tveir menn Val av nevnd at gera útbúgvingarpolitikk Nevnd: Seks menn og tvær kvinnur Val av nevnd at gera uppskot til nýggja læraraútbúgvingarlog Nevnd Fimm menn og ein kvinna Í skrivi til løgmann dagfest tann 6. november 1997 hevur landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum upplýst, at hann fer at taka stig til at umskipa nevndina at gera útbúgvingarpolitikk og nevndina, ið skla gera uppskot til nýggja læraraútbúgving soleiðis, at tær lýka treytirnar í javnstøðulógini. Val av arbeiðsbólki at endurskoða ÚS-skipanina Nevnd: Tveir menn og ein kvinna Val av limum í ráðið fyri Suðuroyar Sjúkrahús Nevnd: Tríggjar kvinnur og tveir menn tiltakslimir: Ein kvinna og ein maður Val av limum í ráðið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús Nevnd: Tríggjar kvinnur og tveir menn Tiltakslimir: Ein kvinna og ein maður Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin Nevnd: Sjey menn og seks kvinnur Ráðið fyri arbeiðsumhvørvi Nevnd: Sjey menn og seks kvinnur Stýrið fyri ALS Nevnd: Fýra menn og tríggjar kvinnur Tiltakslimir: Fimm menn og ein kvinna. her skal viðmerkjast, at undantaksloyvi varð fingið frá Javnstøðunevndini, tá stýrið varð valt. Skipanarnevndin Nevnd: Sjey menn Tiltakslimir: Seks menn Nevnd í samband við avreiðing av innvigan av fiski í Føroyum Nevnd: Níggju menn Nevnd fyri forskotsgrunn fiskiflotans Nevnd: Tríggir menn Tiltakslimir: Tríggir menn Nevnd til umlegging av lásnum v. m. hjá fjarfiskiflotanum Nevnd: Tríggir menn Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur í skrivi dagfest tann 20. oktober 1997 boðað løgmanni frá, at hann fer at taka stig til at velja nevndina, soleiðis at hon lýkur ásetingarnar í javnstøðulógini. Yrkisráð viðv. inntøkutrygd Nevnd: Fimm menn Tiltakslimir: Fýra menn Nevndin til endurskoðan av sjóvinnulógunum Nevnd: Níggju menn FAS nevndin Nevnd: Sjey menn Sjóvinnuráðið Nevnd: Ellivu menn Fornminnisnevndin Nevnd: Tveir menn og ein kvinna Filmseftirlitið Nevnd: Tveir menn og ein kvinna Nevnd at gera uppskot til samráðingar við ES Nevnd: Fýra menn og tríggjar kvinnur Harafturat kann upplýsast at sambært kunngerð nr. 137 frá 19. september 1997 eru løgtingsvalnevndirnar valdar av nýggjum, og lúka tær nú ásetingarnar í javnstøðulógini. Løgmaður sigur víðari, at málið um javnstøðulógina hevur fleiri ferðir verið umrøtt á landsstýrisfundum. Áðrenn frágreiðingin frá kanningarstjóranum varð almannakunngjørd, varð tó ávísur ivi um, hvussu reglurnar í grein átta skuldu tulkast. Aftan á at kanningarstjórin hevur staðfest, at grein 8 í javnstøðulógini skal skiljast í breiðast týdningi, er hesin ivi burtur, sigur løgmaður. Í skrivi dagfest tann 7. oktober 1997 hevur Javnstøðunevndin skotið upp, at nevndin kundi hugsað sær eina fasta mannagongd, tá ið landsstýrið setir nevndir, og at rættast varð, at nevndin sum eftirlitsmyndugleiki fekk ein abeinleiðis kunnan frá landsstýrinum í teimum førum, tá ið ivi er um, hvørt ein nevnd kemur undir ásetingarnar í javnstøðulógini. Løgmaður hevur boðað Javnstøðunevndini frá, at hann tekur við hesum sjónarmiði, og løgmaður fer at boða Javnstøðunevndini til fundar í næstum fyri at leggj aein afasta mannagongd til rættis, tá ið landsstýrið velur nevndir, soleiðis, at eingin ivi skal vera um, at reglurnar í javnstøðulógini framyvir verað hildnar, tá landsstýrið velur nevndir, sigur løgmaður í svari til Maritu Petersen. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Landsstýrið brýtur javnstøðulógina Ein kanningarstjóri, sum løgtingsformaðurin setti at viðgera klagu um landsstýrið, hevur staðfest, at landsstýrið í átta førum hevur framt brot á javnstøðulógina. Marita Petersen vil nú hava at vita, hvat landsstýrið hevur gjørt fyri at rætta brotini Marita Petersen - Øll byrjan er trupul, eisini tann at velja nevndir, ráð v. m., har menn og kvinnur eru javnt umboðað. Tað er tí av áhuga hjhá okkum ta fáa at vita, hvussu landsstýrið ber seg at fyri at tryggja, at kynini bæði eru javnt umboðað í nevndum og ráðum. Hetta sigur Marita Petersen, løgtingsmaður í einum fyrispurningi til Edmund Joensen løgmann. Marita Petersen vil hava at vita, hvat landsstýrið hevur gjørt fyri at rætta tey brot á javnstøðulógina, sum kanningarstjórin í frágreiðing frá15. september 1997 staðfestir eru hend í átta førum í sambandi við val av limum í nevndir á hesyti 1995. Tingmaður Javnaðarfloksins vil hava at vita, hvussu hesar nevndir eru mannaðar í dag: Menningargrunnur Ídnaðarins, Sjónvarpsnevndin, Útvarpsnevndin, Nevndin, sum varðar av Suðuroya Sjúkrahúsi, Jarðaráðið, Býarskipanarnevndin, og hvørji umboð landsstýrið hevur valt í nevndina fyri Landsbanka Føroya. Hvussu setir landsstýri nevndirnar Marita Petersen vil eisini hava at vita, hvørjar nevndir, ráð v. m. landsstýrð og stovnar undir landsstýrinum hevur sett, síðani Javnstøðunevndin klagaði landsstýrið til landsstýrismálanevndina 7. februar 1996, og hvør situr í hesum nevndum, ráðum v. m. At enda vil Marita Petersen hava at vita, hvørjar mannagongdir landsstýrið nýtir, tá nevndir í fyrisitingarligum høpi verða settar, so trygd er fyri, at § 8, stk. 1 í lógini um javnstøðu millum kvinnur og menn verður hildin. Lógin um javnstøðu, sum kom í gildi í maimánaði 1994 sigur soleiðis í grein 8: >>Stk. 1. Allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyrisitingarvaldið útnevndir, skulu vera sett saman soleiðis, at umleið eins nógvi rlimir av báðum kynum eru umboðaðir. Sama er galdandi fyri tær nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum løgtingið og bý- og bygdarráðini útnevna, tá ið tey, ið útnevnast skulu, ikki nýtast at vera løgtings- ella bý/bygdaráðslimir. Stk. 2. Tá ið serliga grundir eru fyri tí, kann javnstøðunevndin geva undantaksloyvi í hvørjum einstøkum føri ella fyri eina yrkisgrein sær.<< Landsstýri brotið lógina í átta førum Marita Petersen sigur í viðmerkingunum, at landsstýrið á heysti 1995 valdi limir í meira enn 30 nevndir, ráð v. m., og í sambandi við hesi val var javnstøðunevndin av teirri áskoðan, at landsst'rið í feliri førum ikki hevði fylgt ásetingini í § 8, stk. 1. í lógini um javnstøðu millum kvinnur og mennm, um t umleið iens nógvir limir av báðum kynum skulu vera umboðaðir. Tá einki kom burtur úr at venda sær til landsstýrið, klagaði Javnstøðunevndin í februar 1996 landsstýurið til landsstýrismálanevndina fyri brot á javnstøðulógina. Og tá so er, fær løgtingsformaðurin málið. Hann setti ein kanningarstjóra at kanna málið, og í september 1997 kom frágreiðingin, har hann staðfesti, at landsstýrið í átta førum hevði framt brot á lógina. Fyri kanningarstjóranum hevur landsstýrið greitt frá trupulleikanum, tá allar nevndin skulu mannast. Landsstýrið hevur sagt, at tað er eitt >>innviklað puslispæl<<, har viðurskifti millum andstøðu og samgongu, umframt millum teir ymsu flokkarnar, skulu havast við. Landsstýrismenninir hava sagt, at høvuðsprinsippið hevur veri, at verandi nevndarlimir skuldu halda áfram, um teir annars uppfyltu treytirnar. Nakrar nevndir skuldu takast av, og tá gjørdi landsstýrið av at velja somu nevndir aftur tað síðsta skeiðið. Afturat hesum hevur landsstýrið eisini borið seg undan við, at skotbráið var so stutt at velja nevndirnar. Landsstýrið eigur at rætta brotini Marita Petersen skili væl hesar grundgevingar, men hon skilir ikki rættuliga, at landsstýrið ikki bað um undantaksloyvi, sum tað hevur rætt til, og hon góðtekur heldur ikki, at brotini ikki verða rættað. Marita Petersen vil eisin hava at vita, hvat seinni er hent í málinum. - Tað hevur áhuga fyri bæði løgting og almenning at fáa at vita, um landsstýrið hevur rættað lógarbrotini, og hvussu nevndirnar nú eru mannaðar, sigur hon. Síðani er fleir almennar nevndir setta. - Vit hava frætt um fleiri nevndir settar av landsstýrinum, sum ikki fyholgja ásetingunum í javnstøðulógini. Tó hevur landsstýrið broytt manningina í nevndini, sum skal gera uppskot til nýggja skipan við ES. Hvat hent er við hinum báðum nenvdunum, og hvat við ørðum nevndum, tað vita vit ikki, sigur Marita Petersen, sum sigur, at fyrispurningurin er settur løgmanni, tí at javnstøða millum kynini er ein meginregla, sum fevnir um øll málsøki, og tað er løgmaður sum leiðari fyri stjórnini, sum hevur ábyrgdina av javnstøðupolitikki landsstýrisins, og sum skal tryggja, at landsstýrið ikki fremur lógarbrot. Fyrsta oljan skamt frá fiskimarkinum Nú fyrsta oljan rennur upp úr undirgrundini vestan fyri Hetland setir hetta eisini eina møguliga komandi føroyska oljuvinnu í fokus. Marknatrætan má ikki forða føroyingum í at fara undir leiting. Bretar og føroyingar mugu semjast um eina fyribilsloysn, so tey frægastu økini kunnu bjóðast út DAGURIN 26. november fer í søguna sum dagurin, tá skjøtil varð settur á oljuvinnuna í Norðuratlantshavi ella í økinum, sum vit hava valt at kalla Atlantsmótið. KLOKKAN hálvgun trý hósdagin varð fyrsta oljan pumpað umborð á stóra flótandi oljuskipið Petrojarl Foinaven, sum liggur fyri akkerði bert fáar fjórðingar frá føroyska fiskimarkinum. So nær er skipið, at føroysk fiskiskip, sum veiða í egnum sjógvi, síggja tað. TÁ hugsað verður um hvussu nógv ár eru gingin frá tí at fyrsti borurin varð settur í undirgrundina vestan fyri Hetland, so er greitt, at dagurin 26. november fer í søguna, sum tann, ið loysti upp fyri nógvum. Tá kundu tey mongu fólkini, sum hava verið við í oljuleitingini her, kenna seg løtt um hjartað. Nú var teirra stríð ikki til fánýtis kortini. FYRI Føroyar hevur henda løtan eisini nógv at siga. Hon boðar frá, at Atlantsmótið, sum Føroyar eisini eru partur av, nú er ein av heimsins oljuprovinsum. HETTA hendir nærum samtíðis sum oljan er farin at flóta í Kaukasuslondunum og oljufeløg hava gjørt avtalur við Rusland um framtíðar útvinning. VIÐ hesi hending má sigast, at vit eisini eru komin eitt stig nærri oljuni. Tí tað er eingin ivi um, at vit fara at fáa nyttu av royndunum hjá bretum hinumegin markið. Hetta fær okkum eisini at minna bretar á, at tað hevur stóran týdning fyri framtíðar samvinnuna millum bæði londini, at vit fáa eitt sakligt og rímuligt úrslit burtur úr marknasamráðingunum. Tað sær ikki mætari út enn, at okkurt heilt serligt skal til fyri at sleppast kann burtur úr naggatódnini, tí eingin fundur er avtalaður. Tað einasta vit vita við vissu er, at ein ella onnur avkláring skal verða komin fyri hálvan januar. Føroyingar hava eftir øllum at døma "sett hart móti hørðum" tvs. at tað verður eingin samráðingarloysn, um ikki bretar vilja avmarka "sagens kerne" til at fevna um ta gráu leiðina tvs. tað økið, sum vit ikki kundu semjast um, tá fiskimarkið varð ásett fyri 20 árum síðani. SPURNINGURIN í løtuni er, hvat bretar hugsa og ætla. Hvør er teirra taktikkur! Kann tað hugsast, at teirra taktikkur er at halda føroyingar til pínubonkin til tað seinasta og tá "tíðin" er úti at sláa hart til. Hvat tað so skuldi verið stendur opið. Kann tað hugsast, at teir halda tað fer at verða lættari at hava við føroyingar at gera eftir eitt komandi val, tá tann treiski Edmund kanska ikki er løgmaður longur! Kann tað hugsast, at bretar fara at seta fót fyri eini føroyskari útbjóð-ingarrundu, við at seta krøv, sum gera, at føroyingar fáa ikki bjóðað út tey frægastu økini! HVÍ ikki taka hesa stóru hending, har Atlantsmótið er vorðið oljuøki, sum eina positiva avbjóðing og áminning um, at bretar og føroyingar fara at hava brúk fyri hvørjum øðrum í framtíðini. Finst eingin loysn so eiga føroyingar og bretar at semjast um, at meðan málið verður viðgjørt í Haag, kunnu londini bjóða út øll økini báðumegin fiskimarkið. Tá avgerð so er tikin í Haag verður hon at gera av, hvørji øki eru føroysk og hvørji bretsk. Ein slík semja kundi gjørt, at føroyingar sleppa at bjóða út øki í Hvítu sonuni heilt eystur móti fiskimarkinum og bretar somuleiðis teirra megin fiskimarkið! Um hetta ber til er so ein annar spurningur. Leygardagur 29. november 1997 Almannastjórin sagt upp Uttan ávarðing fingu starvsfólkini á Almannastovuni í gjár, um telduna, at vita, at stjórin hevur sagt seg úr starvi Bjarni Vilhelm hevur sagt upp sum almannastjóri Beint áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár frættist, at Bjarni Vilhelm, stjóri á Almannastovuni, hevði sagt seg úr starvi. Boðini komu um telduna hjá starvsfólkunum. Roynt hevur verið at fingið eina viðmerking frá viðkomandi persónum, men hóast runnið varð frá Heródes til Pilatus, var eingin, sum vildi gera viðmerkingar til avgerð stjórans. Bæði Bjarni Vilhelm og Kristian Magnussen, landsstýrismaður í almannamálum, sótu á fundi. Og onnur, vit høvdu samband við, kundu bert vátta, at tey høvdu fingið at vita, at Bjarni Vilhelm, stjóri á Almannastovuni, hevði sagt seg úr starvi. Sum skilst, verður hann fyribils verðandi í starvinum í tríggjar mánaðar. Tvøramenn fóru eisini við oljuni Tá ið Páll Vang fer at gremja seg um flakavirkið í Vági er grund til at vera á varðhaldi. Hvør skal siga: Lat bara vágbingar hava flakavirki, so fáa tvøramenn oljuna Eyðfinn Mørk, býráðslimur í Vági ­ Táið býráðsformaðurin á Tvøroyri førir Drelnes fram sum eina frálíka vetrarhavn, má eg tala at. ­ Tí vit vita øll, at tað passar ikki. Eyðfinn Mørk, býráðslimur, og formaður í havnanevndini í Vágs býráð, sigur, at hann er ógvuliga vónbrotin av, at býráðsformaðurin á Tvøroyri beinleiðis førir seg fram við ósannindum í royndunum at fáa oljuhavnina til Tvøroyrar. Hósdagin bar Sosialurin tey tíðindi, at ætlanin var at stovna eitt føroyskt-danskt felag, sum skuldi byggja oljuhavn á Drelnesi. Í tí sambandi førdi býráðsformaðurin á Tvøroyri, Páll Vang, fram, hvussu góð vetrarhavn, Trongisvágsfjørður var. ­ Eg má viðganga, at tað pínur meg eitt sindur, at hann førir seg fram við beinleiðis ósannindum, sigur Eyðfinn Mørk, formaður í havnanevndini í Vágs Býráð. Hann sigur, at øll, sum eru kunnug við havnina á Drelnesi, vita, at hon er óbrúkilig um veturin. ­ Smyril skal eitast at sigla til og av havnini á Drelnesi. Men vit vita øll, hvussu ofta, hann ikki sleppur at á Drelnesi, tí at tað er so nógvir súður í sjónum. Vit vita eisini, hvussu oftani, hann hevur slitið endarnar, við stórum vanda báði fyri manning og ferðafólk. Og vit vita, hvussu ofta, hann hevur verið noyddur at rýma av Drelnesi. Eyðfinn Mørk sigur, at øll, sum eru von at sigla við Smyrli, vita, hvussu stórur hurlivasin mangan er, táið Smyril ikki sleppur at á Drelnesi - og fiskivinnuhavnin er full av skipum, sum so mugu loysa og flyta, fyri at Smyril kann sleppa at. ­ Øll, sum eru von st sigla við Smyrli vita hurlivasan, sum stendst av, at Smyril fer av Drelnesi um morgunin, men noyðast at leggja at hinumegin, táið hann kemur aftur um kvøldið. Tey, sum so hava sett sær bilin á Drelnesi, mugu so finna sær fart yvirum fjørðin eftir bilinum. ­ Veruleikin er, at havnin á Drelnesi er so vánalig, at vetrarhálvárið veitst tú ongantíð, nær Smyril fær lagt at har, ella nær hann noyðist yvirum, undir flakavirkið at liggja. Eyðfinn Mørk heldur ,at hann noyðist at gera vart við tað, táið beinleiðis villleiðingar verða førdar fram til frama fyri Trongisvágsfjørði. ­ Vit minnast øll Cockrow og Scottish Princess, sum bæði eru farin á land á Trongisvágsfjørði.... So er grund til at vera á varðhaldi Formaðurin í havnanevndini í Vági sigur, at tað er øll grund til at verða á varðhaldi, táið Páll Vang fer at gremja seg um flakavirkið í Vági. Tað gjørdi hann í samrøðu við Sosialin hósdagin um syndarligu støðuna hjá útjaðaranum í Føroyum støðuna. Tá mælti hann Fiskavirking til at halda uppat við miðsavningini og lata virkið í Vági upp ístaðin fyri tað í havn ­ Tað er spildur nýtt. ­ Hann hevur ikki tikið flakavirkið í Vági - eitt tað besta í Evropa - upp á tunguna fyrr. So hetta má verða eitt ella annað agn, hann ætlar at fáa vágbingar at bíta á. ­ Hvør skal siga: Lat bara vágingar fáa flakavirkið, so fáa vit oljuna. Tað má vera okkurt tílíkt, sum býr undir, heldur býráðslimurin í Vági. Hann heldur, at strategiskt liggur Vágsfjørður væl betri fyri til oljuhavn, enn Trongisvágsfjørður ger. ­ Vit eru nærmasti fjørður við boriplássini. Vit hava øgiliga stórt lendi framvið havnini. Vit hava góða smiðju og skipasmiðju. Og á Vágsfjørði er dýrdarlogn á øllum ættum. Nú eru flest øll samd um, at tað verður kanska bara tann eina útgerðarhavnin í Føroyum. Er tað so ikki at fegnast um, at hon verður í Suðuroynni? ­ Jú, tað er tað. Men eg skilji ikki, hví syðra helvt í Suðuroynni skal avtoftast, og hví alt skal leggjast á Tvøroyri. ­ Sýslumaðurin og løgreglan er flutt úr Vági, til Tvøroyrar. Toll & skattstovan er flutt og gjaldsstovan er á Tvøroyri. Skipafelagið er flutt. Strandferslan, sjúkrahúsið, ellisheimið og apotekið er á Tvøroyri. Almannastovan er á Tvøroyri. Og kunningarstovan er á Tvøroyri. ­ Alt virksemið er lagt á Tvøroyri. Og nú tykist sum um oljan eisini skal verða á Tvøroyri. ­ Í Vági er onki eftir, og tað er nokk so trupult hjá sunnanfólki at góðtaka gongdina, heldur Eyðfinn Mørk. Vágbingar hava eisini arbeitt við oljuvinnuni. Teir eru uppií Suður-vestur samtakinum og nú bíðar Eyðfin Mørk spentur eftir úrslitinum av tí samstarvinum, sigur hann. ­ Tað er onki at gera uttan a hava góðar vónir. Teir koma og fara í Oyndarfirði Eftir at íslendska felagið Ísbú gavst í Oyndarfirði, eru aðrir við tilknýti til Íslands farnir undir virksemi í húsinum hjá P/F Nósa. Samstundis frættist, at upp aftur eitt nýtt felag, við íslendskum og portugisiskum peningi skal undir saltfiskaarbeiði á virkinum hjá Oyndarfjarðar Kommunu Eitt virkið er latið upp. Eitt annað er í vón. Meðan stjórin í Ísbú í Reykjavík, sum fyrr hevur lovað føroyskum kreditorum sínar pengar, nú hevur verri vónir um, at tað fer at eydnast. Í Oyndarfirði eru fólk við tíðini von við, at nýggj fiskavirki eru á havnarlagnum. Fyri stuttum lat spildurnýtt virki, sum arbeiðir alifisk, upp. Oyndarfjarðar Kommuna eigur eitt virki, og har fer eisini at henda okkurt nakað skjótt, frættir Sosialurin úr Oyndarfirði. Sum skilst á keldum, sum standa málinum nær, er talan um føroying, sum býr í Íslandi, sum saman við íslendingum og portugisum ætlar at fara undir saltfiskaarbeiði í hesum húsinum. Roknað verður við, at hetta virksemið kann byrja fyrst í komandi ári. Mangla fólk Og samstundis er eitt annað felag við útlendskum bakmonnum farið undir at skera flak á virkinum hjá Nósa. Hetta er sama virkið, sum Ísbú, í síni tíð, var í. Ikki er so nógv arbeiði har enn, men søkt verður eftir fólki, sigur Hendrik Tausen, stjóri. Hann sigur, at enn hava tey bara skorið flak, sum so er sent av landinum uttan at verða reinskorið. Orsøkin er stutt og greitt, at ov lítið fólk er til arbeiðis. Men søkt verður nú eftir reinskerarum. Sum er, verður bara alifiskur arbeiddur á virkinum, men ætlanin er seinni at fara undir at arbeiða hvítan fisk eisini, sigur Hendrik Tausen. Bíða verður eftir loyvum til hetta virksemið. Sum er, hava teir bara loyvi at arbeiða alifisk, sigur hann. Sum skilst, standa sviar aftan fyri hetta felagið, sum eitur FISK. Og Hendrik Tausen sigur, at útflutningur teirra fer til Svøríkis. Hann ivast ikki í, at tað fer at vera ivaleyst at gera á virkinum, bara fiskur fæst. Hann væntar, at tað fer at bera til at arbeiða í døgndrift, sigur hann. Marknaðurin er til, sigur Hendrik Tausen. Sviar rópa eftir fiski úr Føroyum, men fáa ongan. Tað einasta, teir fáa, er kalvi, sigur Hendrik Tausen. Ísbú ivast Íslendska felagið Ísbú hevur fyrr arbeitt fisk í Oyndarfirði. Men tað virksemið helt upp at fyrr í ár, og stjórin flutti av landinum. Hann arbeiðir nú fyri ein fiskakeypara í Göteborg í Svøríki. Men Ísbú hevur eina rímuliga stóra skuld til føroyskar kreditorar. Jens Valdemarsson, stjóri í Ísbú í Reykjavík, hevur fyrr sagt við Sosialin, at teir arbeiða við at rudda upp eftir tíðina í Føroyum. Og hann hevur meira enn einaferð sagt, at hann ætlaði sær til Føroya seinast í oktober mánaða at avgreiða hetta, soleiðis at hvør fekk sítt. Men nú er november mánaði liðugur, og kreditorarnir hava enn onki frætt frá Ísbú. Jens Valdemarsson, stjóri, sigur nú, at teir eru lidnir at kanna støðuna, og sum skilst stendur verri til, enn hann væntaði. Hann vil kortini ikki siga nakað nágreiniligt tal. Og hatta við, at allir føroyskir kreditorar skulu fáa sítt, væntar hann verður torført at halda. Tí sum er, sigur Jens Valdemarsson, verður tað fyrsta, Ísbú fer at gera, at royna at fáa egnar pengar heim. Tað er soleiðis, sigur hann, at Ísbú eigur væl av peningi útistandandi hjá útlendskum fiskakeyparum, sum ongantíð hava goldið fyri tað, teir hava fingið úr Føroyum. Og fyrr enn Ísbú Føroyar, sum er partafelag, sum rak virksemið í Føroyum, hevur fingið sítt, verður ringt hjá føroyskum kreditorum at fáa nakað haðani. Jens Valdemarsson sigur nú, at hann fær einki gjørt viðvíkjandi føroyska felagnum, sum Ísbú eigur tveir triðingar í. Hin triðingin eigur Martin Hendriksson, sum enn er stjóri í felagnum, sum ikki er avtikið. Og tað er bara stjórin, sum hevur fulltrú at handla fyri felagið, sigur Jens Valdemarsson. Og stjórin í Ísbú Føroyum, Martin Hendriksson, situr, sum sagt, í Svøríki, har hann arbeiðir fyri eitt felag, sum keypir fisk. Sum skilst, er tað serliga eitt felag, Ísbú í Føroyum hevur handlað við, sum ikki hevur goldið. Jens Valdemarsson vil ikki siga, hvaðani hetta felag er. Men rættiliga nógv bendir á, at talan er um eitt felag í Svøríki. Tað hevur ikki verið møguligt at hitta Martin Hendriksson, stjóra í Ísbú Føroyar. Fiskavirking er ikki nakar Reyðakrossfelagsskapur Nú, tá ið eg kortini trívi til pennin, fari eg at loyva mær at koma við eini rættleiðing til samrøðuna eg hevði við Sosialin herfyri í samband við viðgerð løgtingsins av Framtaksgrunninum. Áki, sum eftir mínum tykki er ein sera nærlagdur og dugnaligur blaðmaður, endurgav meg fyri at siga, at politikarar høvdu ligið Fiskavirking eftir lívinum. Her er tíverri onkur misskiling íkomin, tí eg haldi ikki at politikkarar hava ligið Fiskavirking eftir lívinum. Tvørtur ímóti haldi eg politikarar ferð eftir ferð hava sent Fiskavirking positiv signal, sum teir ábyrgdarhavandi í fyritøkuni hava dugað sera illa at tulka rætta vegin, og hevur hetta tíverri ikki kostað samfelagnum so lítið av bæði óneyðugum stríði og peningaligum tapum. Men tað sum fekk meg at tríva í pennin er samrøðan sum Sosialurin í dag hevur við Páll Vang, býráðsformann. Í samrøðuni verður komið inn á ólukkuligu støðuna Tvøroyrar kommuna og borgararnir eru í, orsakað stóru skuldarbyrðu kommununnar. Til tess at komast skal burtur úr hesi støðuni metir Páll Vang m.a. at Føroya Fiskavirking eigur at niðurleggja alt virksemi á Bacalao í Havn, og heldur spjaða virksemið kring landið. Upp á fyrispurning frá blaðmanninum um hann ikki stuðlar ætlanunum um at fáa virkið á Tvøroyri aftur á lokalar hendur, sigur Páll seg einki hava ímóti hesum, men at Fiskavirking skal seta virkið ístand fyrst. Hetta er nøkurlunda sama hugsan sum varð nevnd tá ið virkið í Miðvági var til viðgerðar herfyri. Orsakið málburðin, men eg haldi tað vera ikki sørt bláoygt, at halda, at ein fyritøka sum hevur til endamáls at vinna pening til íleggjaran (Framtaksgrunnin) skal fara at nútímansgera vinnutól fyri síðani at selja tey til kappingarneytar. Tað átti at verið øllum føroyingum greitt, at nevndin í Føroya Fiskavirking hereftir verður yrkisnevnd í einum vanligum partafelag, sum, saman við stjórnini, hevur til endamál at fáa niðasta talið í ársroknskapinum at verða so gott sum gjørligt, og tað kann m.a. verða gjørt við at avmarka kappingina frá øðrum fiskakeyparum í mest møguligan mun. Tí er tað púrasta burturvið at vænta at Føroya Fiskavirking fer at seta virkir ístand fyri síðani at selja tey aftaná. Tá er tað meiri nærliggjandi at vænta, at teir fara at nýta eina rúgvu av pengum at gera okkurt einstakt virki í stand, fyri síðan at kunna staðfesta at hetta virkið er ført fyri at viðgera allan tann fisk sum Fiskavirking kann fáa fatur á, og hetta er tann loysnin, ið gevur mest pening í kassan hjá fyritøkuni. Hini virkini verða stongd, tí tað tænir fyritøkuni best. Tí eigur ein og hvør at gera sær greitt, at Føroya Fiskvirking er ein fyritøka sum hevur til endamáls at vinna pening, og ikki nakar Reyðakrossfelagsskapur, sum tveitir bjargingarbelti til kreppuraktar kommunur við at skapa arbeiði. Hinvegin hava vit, sum hava verið áskoðarar til sjónleikin Framtaksgrunnur Føroya, alla orsøk at halda, at andin aftanfyri stovnanina av grunninum var, at hesin skuldi verða við til at stuðla upp undir at fáa virksemi í gongd í kreppuraktum økjum í landinum, og at tað hava ligið og liggja enn, nakrar moralskar bindingar á Framtaksgrunninum yvir fyri politiska systeminum í Føroyum til tess at skapa virksemi kring oyggjarnar. Og so leingi sum nevndin í Framtaksgrunninum hevði avgerandi ávirkan á dagligu gongdina í Føroya Fiskavirking, so kundi man eisini krevja at felagið átók sær ávísar samfelagsligar uppgávur. Men eftir at løgtingið hevur broytt reglugerðina fyri Framtaksgrunnin soleiðis, at nevndarlimir í grunninum ikki kunnu veljast í nevndina í fiskavirking, er Fiskavirking loyst frá at átaka sær nakra sum helst samfelagsliga uppgávu. Framtaksgrunnurin skal hereftir stórt sæð bert velja nevndarlimir í fiskavirking og annars møta upp á aðalfundi felagsins eina ferð um árið at taka støðu til, hvat skal gerast við ársúrslitið hjá fyritøkuni Føroya Fiskavirking. Og nevnd og stjórn í Fiskavirking hava til uppgávu at vinna Framtaksgrunninum so nógvan pening sum gjørligt. Samfelagsligu bindingunum sum higartil hóast alt - ígjøgnum Framtaksgrunnin - hava ligið á Føroya Fiskavirking eru teir við broyttu reglugerðini loystir úr. Samrøðan sum eg vísi til omanfyri við Sosialin var ein áheitan á politikarar um ikki at lata hetta henda. Nú verður torført at venda aftur. Beiskt er tað tó at staðfesta, at Tvøroyri, sum øll tey ringastu kreppuárini var ein oasa í vinnuligu oyðimørkini Føroyar, skuldi gerast stóra offrið í strategiini í Framtaksloysnini. Eitt er tó greitt. Ikki dugir at grenja í fjølmiðlum um hopleysu støðuna. Tað oyðileggur okkum bert moralskt. Heldur eiga vit at fara á bókahyllina, kaga í stórverkið um Fylking og spyrja okkum sjálvi: Hvat hevði Mortakal nú gjørt? Ikki er at falla í fátt. Tvøroyri 28. nov. Marner Lisberg jan muller jan@sosialurin.fo Jóannes Dalsgaard stjóri á menta- máladeildini Skal m.a. umsita Fróðskaparsetrið, sjónvarp og útvarp, kirkjumál og ítrótt Jóannes Dalsgaard, landsskjalavørður, Ph.D. verður stjóri fyri nýggju mentamáladeildini í Tinganesi. Eftir bygnaðarbroytingunum verður undirvísingar- og mentamálastýrið skipað við trimum deildum: mentamáladeild, vinnu/miðnámsskúladeild og fólkaskúladeild. Leiðslan verður frá 1. januar 98 skipað við einum aðalstjóra og trimum deildarstjórum. Jóannes Dalsgaard verður stjóri fyri mentamáladeildini. Undir hesi deild eru m.a. Fróðskaparsetrið, læraraskúlin, fornminnissavnið, landsskjalasavnið, náttúrugripasavnið, bókasøvnini, útvarp og sjónvarp umframt annað mentanarligt virksemi so sum ítrótt og sjónleik. Eisini mál viðvíkjandi kirkjuni liggja undir mentamálastýrinum. Jóannes Dalsgaard gjørdist herfyri doktari, eftir at hava vart bókina Fylking. Nú tekur hann við einum tí ovasta mentanarliga embætinum í landinum jan muller jan@sosialurin.fo Skapar fyritreytir fyri at menna tónleikalívið í Føroyum Ljóðførisgrunnur Føroya Musikkskúla er nú farin til verka. Amerikanskt oljufelag var tað fyrsta at lata stuðul til tónleikalívið. Nú kunnu onnur oljufeløg, feløg og einstaklingar í Føroyum og onnur við lata pengar til grunnin, sum skal vera við til at skapa umstøður fyri at menna tónleikalívið í Føroyum. Tá tað almenna ikki heldur seg hava møguleikar - ella politikararnir ikki vilja - at seta nóg mikið av pengum av til mentanina í landinum, so er neyðugt at taka til onnur ráð. Eitt øki, sum hevur verið hart rakt av kreppuni, sum hevur verið í landinum og teimum sparingum, sum hava verið og eru, er tónleikaøkið og tey ungu. Fyri at bøta um hesa støðu og fyri at útvega møguleikar at skaffa pengar til nettup musikkøkið hava fólk tikið seg saman og tikið stig til at stovna ein grunn. Grunnurin gjørdist veruleiki longu í juli í ár og hevur hann fingið sín fulla moralska stuðul frá bæði undirvísingarmálaráðharranum og frá mentamálaráðharranum. Teir geva honum sítt besta viðmæli og ynskja Ljóðførisgrunni Føroya Musikkskúla ein blíðan fyrr. Millum stigtakararnar til hetta frálíka tiltak er Ólavur Hátún, sum nú í fleiri ár hevur havt til uppgávu at menna og samskipa musikkskúlaundirvísingina í Føroyum. Stovnsfæið eru tær 40.000 kr., sum oljufelagið Amerada Hess lat Musikkskúlanum fyrr í ár til m.a. keyp av violinum til smábørn og ung. Her var hugsað um nýggju undirvísingarskipanina Suzuki, sum nú hevur fingið fótin fastan her heima eisini. Sambart viðtøkunum fyri grunnin er endamálið at útvega og umsita serstøk ljóðføri, sum musikkskúlanæmingar, orkestur og skúlar kunnu læna í avmarkaða tíð. Nevndin fyri grunnin tekur støðu til nær og hvørji ljóðføri verða útvega. Miðað verður ímóti at fáa til vega ljóðføri, sum eru á høgum støði og lúka tørvin innan tónleikalívið í Føroyum og serstakliga í Musikskúlanum. Uppá fyrispurning hvussu tað kennist at skula fara til oljufeløgini eftir hjálp sigur Ólavur Hátun, at vilja oljufeløgini, sum ætla sær at vinna pengar burtur úr føroyskari olju og gassi, verða við til at menna føroyskt mentanarlív, í hesum førinum tónleikalívið og møguleikarnar hjá børnum, ungum oø. at fáa lut í hesum so týðandi partinum av mentanin hjá eini tjóð, so eru tey hjartaliga vælkomin. -Eg haldi, at Amerada Hess hevur víst seg sum eitt undangongufelag, tá tað fyrsta felagið letur pengar til slíkt gott endamál. Eru tað onnur oljufeløg, sum eisini kundu hugsað sær at latið pengar til endamálið, so skulu tey vera so hjartaliga vælkomi sigur Ólavur Hátún, sum eisini vónar, at onnur, einstaklingar, feløg og stovnar vilja stuðla grunninum. Vit loyva okkum at prenta brævið, ið tríggir av stigtakarunum til grunnin hava skrivað til myndugleikar, grunnar, stovnar og fyritøku í sambandi við at fáa pengar til grunnin. Til myndugleikar, grunnar, stovnar og fyritøkur Føroyski musikkskúlin er, sum áður borið fram, í stórari fíggjarligari trongstøðu. Men at hann tó framvegis staðfestir sín týdning fyri mentanarlívið í landinum og fyri trivnað hjá yngri og eldri víða hvar á bygd og í býi, er ikki at taka seg aftur í. Ein afturvendandi trupulleiki er ljóðførisspurning-urin. Lokalu musikkskúlarnir hava í hesum fingið eyka játtan frá sínum kommunum til tað, sum er alneyðugt, hornorkestur hava latið musikkskúlanæmingum til láns ljóðføri, sum vóru tiltaks, og foreldur við áhuga og fíggjarligum førleika hava givið sínum børnum tann møguleikan, sum er tann besti, hetta at hava sítt egna instrument at spæla uppá. Men nógv hevur restað í til tann tørv, sum er, og tá serliga til keyp av serstøkum ljóðførum so sum smærri instrument til byrjunarundirvísing, tá børn og foreldur ikki enn vita, um hetta við tónleiki verður nakað fyri tey, og eisini til keyp av stórum og dýrum instrumentum, sum bert til tíðir eru aktuell hjá lokalu musikkskúlunum, men sum stórur tørvur er á í almenna tónleikalívinum. Tað kom tí serliga væl við, tá ið oljufelagið Amerada Hess boðaði frá, at tey vóru sinnað at lata Føroya Musikkskúla eina peningagávu til keyp av musikkinstrumentum. Musikkskúlin var júst tá farin undir eina røð av skeiðum fyri stroklærarar, sokallaðu Suzuki-skeið eftir upphavsmanninum til hendan heimsgitna frálæruhátt fyri smábørn. Hetta vælkomna høvið hava undirritaðu nýtt til stovnan av Ljóðførisgrunni Føroya í teirri vón, at eisini myndugleikar og grunnar og aðrir stovnar og fyritøkur enn amerikanska oljufelagið eru sinnað at taka undir við musikkskúlanum í hansara stremban fram móti einum framkomnum tónleikalívi í landinum. Allur tøki peningurin av stovnsfæi grunsins verður nú nýttur til nevnda skeiðtiltak við fiólspælandi smábørnum. At hetta er ein røtt og góð íløga, mundu øll foreldur og onnur áhugað sannað, sum hoyrdu smábørnini og tey ungu spæla á konsertini í sambandi við triðja Suzuki-skeiðið á Tórshavnar Musikkskúla á Frúutrøð seinasta sunnudag. Men umráðandi er eisini á byrjanarstøði, at næmingarnir fáa ljóðføri í hendurnar, sum hava góðan ljóm, og tí eru hesar smáu violinir líka dýrar sum tær í fullari stødd. Tørvurin bara á hesum øki er tí ikki minni enn tað 10-faldaða av tí, vit her fingu at ráða yvir. Annar átrokandi tørvur er keyp av stórum og dýrum slagverksljóðførum sum marimba og xylofon í professionellari stødd, sum hugtekur nútíðar ungdóm aðrastaðir. Musikkskúlin hevur júst nú frálíkan læraramøguleika at seta gamlan dreym í verk, men bráðneyðuga íløgan fer yvir tær 100.000 kr. Vilja vit tí við hesum brævi heita á myndugleikar, grunnar, stovnar og fyritøkur um at rætta musikkskúlanum eina fíggjarliga hond og soleiðis at verða við til at gera Ljóðførisgrunn Føroya Musikkskúla til tann munagóða stuðul í føroyskum tónleikalívi, sum hann hevur møguleika til, og sum er hansara endamál. Nøvn teirra, sum veita grunninum stuðul, verða sjálvandi borin fram í almennu frágreiðingum grunsins, og eisini ber til eftir avtalu at oyramerkja peningaveitan til ávíst ljóðføriskeyp. Nøvn stuðulsveitarans kunnu tá setast á viðkomandi ljóðføri. Ljóðførisgrunnur Føroya Musikkskúla hevur konto nr. 4071885 í Føroya Banka. Er áhugi fyri at veita serstakan studning, setið tygum vinarliga í samband við Føroya Musikkskúla, Falkavegi 6, 100 Tórshavn, tlf. 16462, fax 16991. Í vón um positivt svar vinarliga vegna Føroya Musikkskúla Ólavur Hátún vegna lokalu musikk- skúlarnar Stefan Simonsen vegna Føroya Symfoniorkestur Martin Mouritsen P.S. Reglugerð grunsins og somuleiðis viðmæli frá landsstýrismonnunum í skúlamálum og í mentamálum eru hjáløgd hesum brævi. Orkestrið í Tórshøll fyri 50 árum síðani Fyri 50 árum síðani Á myndini síggjast Pauli Gaard Hansen, trummur, Fin Lempel, guitar, Suni Thomsen, harmonika/kontrabass, Magnus Jacobsen, klaver, Sigmund Norðfoss, trompet, Erling Isholm, alt-saxofon, Andreas Lava Olsen, tenor-saxofon Fyri 50 árum síðani fór hetta orkestrið at spæla í Tórshøll, og spældi har í uml. 41/2 ár, frá 30. november 1947 til í apríl 1952. Dansað varð mikukvøld í Tórshøll.Bílætið av orkestrinum var á plakatini, sum bleiv sligin upp á Vaglinum. Váðafúst nærlagni - ein samrøða við føroyska bólkin JazzOasis JazzOasis eitur einasti virkandi jazzbólkur í Føroyum. Sjálvt um teir eru einsamallir um yrkið, so hava teir stórar ætlanir. Í einum lítlum úthúsi í Tvørgøtu í Havn hitti eg trioina eitt venjingarkvøld, har teir savnaðust fyri at hugna sær, men eisini fyri at venja hart. Teir jamma í lítla hjáheiminum hjá Edvardi í Tvørgøtu Onkuntíð hava vit verið at hoyrt í Café Natúr, men fyrsta almenna framførslan var í sambandi við Jazzfestivalin í ár, greiðir Edvard Nyholm Debes mær frá. Eg stakk inn á gólvið hjá honum eitt kvøldið, ein hálvan tíma áðrenn vanliga venjingin hjá teimum skuldi byrja fyri at spyrja hann eitt sindur um bakgrundina hjá bólkinum. Tað er ikki heilt av leið at siga, at Edvard er oddamaðurin í bólkinum. Hann hevur síðani '90 við skiftandi manningum hildið lív í bólkinum JazzOasis. Plúmmararnir Magnus Johannesen, Leivur Thomsen og Rógvi á Rógvu hava verið við, Stamen Stanchev eina tíð eisini, men tá ið Edvard fór niður í lestrarørindum, datt tað niðurfyri. Hann kom heimaftur um várið '96 og fór beinanvegin at leita eftir eini manning aftur. Um tað mundið vóru ikki nógvir jazzáhugaðir tónleikarar í landinum, men hann fann saman við Herlufi Lützen og Jónleivi Jensen, sum hann kendi væl, og teir funnu skjótt stevið. Seinasta hálvt annað árið hava teir arbeitt upp á >>dansilagið<< - ella feelingina í bólkinum, sum tað verður kallað í jazzhøpi. Ongir karmar Edvard hevur í fleiri ár havt sendingina Rimmarjazzur og hevur sjálvur spælt jazz leingi, so vit snaraðu hóskandi prátinum um eitt meira søguligt sjónarhorn eina løtu. Tað er sagt fyrr, men eftir at Perlan hvarv, hevur jazzur í Føroyum ongar karmar havt. Sum alt annað felagsarbeiði má jazzáhugin hava eitt stað at savnast, og Havnar Jazzfelag - sum seinast í 70'unum hevði nógvar limir, er nærum limaleyst og óvirkið nú. Tað hevur síðan tá einki jazzumhvørvi verið í landinum, segði Edvard. Einstakar eldsálir, so sum Kristian Blak hava syrgt fyri, at tað av og á er livandi jazzur at hoyra í landinum, men annars er einki. Eg havi fingið rættiliga nógvar viðmerkingar til sendingina hjá mær, og tað bendir á, at tað eru nógv, sum hoyra hana; men haðani og so til at lata seg í skógvarnar og seta eitt kvøld av til veruliga at fara út at lurta eftir jazzi er eitt langt stig, sum bara tey fæstu taka. 13 km2 til føroyskan jazz Allíkavæl koyra teir treystliga á. Sunnukvøld og mánakvøld fara burturav til jazzvenjing í smáttuni hjá Edvardi, sum týðiliga ber brá av at vera hansara serøki. Her er ikki rúmsátt, men hjartarúm trýtur ikki. Og her sita teir so trúliga og spæla saman, fyri hvørjum øðrum og seg sjálvan, men tað er skilligt, at teir hugna sær. Vit hava tað stuttligt saman, sigur Edvard, men fyri at vera eggjaðir til at venja hart og miðvíst mugu vit út at vísa, hvat vit duga og fáa aftursvar frá áhoyrarum, og tað hava vit ikki møguleika fyri her í Føroyum. Einasta jazztiltak, sum finst, er festivalurin, og hann er longu farin framvið. Nærmasta vit kunnu koma nøkrum sum líkist einum stað at spæla, er Café Natúr, men har koma fólk ikki fyri at lurta eftir jazzi. Trio mót trio Men vit hava áræði og ætla okkum nakað, og tí varð tað okkum skjótt greitt, at vit máttu gera okkurt, staðfesti Edvard. Sjálvt um vit allir eru tónleikalærarar, kundu vit sjálvir trongt til undirvísing. Jens Jefsen trio er sera kend í Danmark. Manningin er sett saman av royndum leikarum, sum hava spælt saman í mong ár. Kontrabassleikarin Jens Jefsen var í Føroyum og spældi saman við elgittaristinum Uffe Steen fyri nøkrum árum síðan, og tað eru júst samstarvið millum hesar báðar, sum er hornasteinurin undir trioini; hin triði er heimskendi trummuspælarin Alex Riel. Ljóðførissamansetingin í JazzOasis er júst tann sama sum í Jens Jefsen trio: Edvard við bassinum, Herluf við elgittara og Jónleif trummar. Teir avgjørdu at venda sær til trioina og spyrja, um teir vóru áhugaðir í, at koma til Føroyar at skipa fyri einum skeiði. At halda verkskeið í tónleiki er ikki ókent. Ofta halda kendir tónleikarar sonevndar work-shops fyri einum 12-15 næmingum, men at ein trio biður eina aðra, er ikki hvønndagskostur. Edvard kendi Jens Jefsen eitt sindur og Herluf hevði hitt Uffe Steen, so teir gjørdu bart og ringdu. Og svarið var játtandi. Fríggjadagin 5. desember koma teir hendavegin og hava fýra dagar til at læra frá sær. JazzOasis ætlar at gagnnýta alla hesa tíðina. Teir skulu venja og læra frá morgni til myrkurs, og sunnudagin 7. skulu teir halda eina konsert saman við dønunum. Teir vera helst eisini at hoyra í Rimmarjazzi, leggur Edvard afturat við einum smíli. Tað er heldur ikki so løgið, at JazzOasis vil hava nakað fyri pengarnar, tí teir gjalda alt úr egnum lumma. Eitt lítið ískoyti frá Jazzfelagnum, tað er alt, sum ber til at spyrja upp til eitt slíkt tiltak. Fløga ella uttanlands kanska Váðafýsni er eitt orð, sum er sett á nógvar verkætlanir í seinastuni, og eg haldi so sanniliga, at hendan skal sleppa upp í part. Teir gjalda úr egnum lumma og taka sjálvir stig til eina ætlan, sum bara hevur sum endamál, at teir skulu gerast betri tónleikaliga. Teir venja eisini í mánaðir fyri seg sjálvar, og til hvørja nyttu? Ongin er, sum tímir at lurta. Næsti spurningur frá mær til teirra var upplagdur: Hvat ætla tit? Nú vóru hinir báðir, Jónleif og Herluf, komnir á gátt, verjandi viðkvomu ljóðførini móti heystinum uttanfyri. Teir komu og settu seg hjá okkum, og Edvard tordi betur at svara, nú tá hann hevði hinar báðar afturat sær at siga sítt. Tað er greitt, at vit ætla okkurt, tí at gera so nógv burturúr til einkis er høpisleyst. Ongar ætlanir eru ítøkiligar enn - burtursæð frá verkskeiðnum sjálvandi, men talan hevur verið um, at geva plátu út. Vit hava skrivað løg og gjørt jazzútsetingar av gomlum løgum, sum er upplagt fløgutilfar, og vit kundu eisini væl hugsað okkum at sloppið at givið fløgu út, sigur ein, meðan hinir báðir nikka játtandi til. Vit hava forrestin beint nú roynt tað, tá vit spældu barnalagið Grøni bilur inn á nýggju barnafløguna hjá Útvarpi Føroya. Møguleikarnir at fara uttanlands at spæla eru eisini góðir, tí at t.d. í Danmark eru nógvir jazzklubbar, og tær nýtist ikki at vera eitt vælkent navn fyri at sleppa at spæla, sigur Herluf, sum hevur roynt hetta, meðan hann búði niðri. Áhoyrararnir har er munandi meira kræsnir sjálvandi, men tað hóskar teimum í JazzOasis óivað bara væl. Ungur jazzur Tað hava í seinastuni stungið seg bólkar upp við ungum, sum royna seg við jazzi. Tey flestu minnast Plúmm, sum einaferð fóru at spæla jazz og av á skiftu navn til Gleipnir, tá so var, men beinleiðis ungdómsjazz-tónleikarar hava vit ikki sæð nógv til í fleiri ár. Men í næstum kemur fløga frá Tutl, sum ein bólkur, ið nevnist Í Eb-inum stendur fyri. Aðalkraftin er 20 ára gamli Heðin Davidsen, sum spælir elgittar og skrivar løg. Bassleikarin er Michael Blak, sum eisini gongur aftur í einum øðrum bólki, sum eisini rúmar ungdóm og jazz, nevniliga DeepEnd. Edvard helt, at tað helst hevði samband við tað, at jazzur er so fríur. Tú kanst gera øll stílsløg um til jazz, og tað er vorðið sera vanligt at gera. Í dag verða kend pop og rockløg jazzað upp. Vanliga hevur ein tónleikastílur ávísar fyriskriftir ella reglur, sum eiga at fylgjast, um man skal spæla hann rætt, men so er ikki við jazzi. Næstan alt verður góðtikið, so tú kanst gera, sum tú vilt, og hetta er sjálvandi ein stór avbjóðing og møguleiki fyri ein ungan tónleikara. Eg spurdi teir royndi leikararnar í JazzOasis, um sovorðnir ungdómar høvdu nakran møguleika at fáa frálæru í jazzi, og tað søgdu teir allir ja til. Jónleif hevur fulltíðarstarv sum lærari á bara at biðja um tímar. Edvard ger sum sagt útvarpssendingar, men afturat tí hevur hann hálvtíðarstarv á musikkskúlanum, so har kann man eisini fara. Verri er við Herlufi, sum í løtuni er mestsum einasti jazzgittaristur í landinum. Hann starvast dagliga á Læraraskúlanum og brúkar alla sína tíð til at undirvísa næmingum har; men um onkur altráur ungur jazzáhugaður gittarspælari brennir eftir at læra, so skal hann ikki smæðast at spyrja, sigur Herluf. Annars halda teir, at t.d. Jazzfelagið í samstarvi við Musikkskúlan kundu tikið tráðin við verkskeiðum upp. Tá Tórshavnar Stórband fyri kortum enn var virkið, sluppu leikararnir har onkuntíð á slík skeið - eisini uttanlands, og motiverandi ávirkanin var eyðsýnd. At seta eitt vikuskifti av til at spæla tónleik saman við øðrum ungum, sum hava júst tað sama í hyggju, er ótrúliga stuttligt. Og um lærararnir eru dugnaligir, kann tað vera ein sera lærurík uppliving, sum eggjar næminginum at halda á fram og gerast betri. Teir ungu tónleikararnir skulu heldur ikki vera bangnir fyri at fara út at spyrja sjálvt kendar tónleikarar um hjálp, tí teir eru næstan altið sera fryntligur og hjálpsamir. Vit gjørdu tað í sambandi við okkara verkskeið, og sum tú sært, gav tað úrslit, siga teir í JazzOasis. Tað verður heilt víst ein rimmar konsert, sum verður í Norðurlandahúsinum næsta vikuskifti. Har átti ein og hvør, sum hevur áhuga fyri jazzi og rútmiskum tónleiki at farið, men eg ivist tó í, um føroyska jazzfjøldin eftir einari nátt fer at vaksa ógvusligt. Hinvegin eru tey nøkur, sum frøast, hvørja ferð nakað er at hoyra til jazz, og geva hvørjum jazztiltaki ans. Eg kann ikki annað enn ynskja JazzOasuni góða eydnu við tiltøkunum framyvir og vóna, at teir skjótt fáa aftursvar frá áhoyrarunum - antin her heima ella aðrastaðni. Fløgan kann so ikki annað enn gerast eitt >>must<< í einhvørjum føroyskum plátusavni, tá hon vónandi einaferð kemur. Sunnukvøldið 7. 12. kl. 19.00 verður konsert í Norðurlandahúsinum við Jens Jefsen trio og JazzOasis. Danska trioin hevur eitt umfatandi repertoire, so tað er ilt at ætla um, hvat teir fara at spæla hetta kvøldið. Men at tað verður dygd, er ongin ivi um, tí tað er ótrúliga dugnaligir tónleikarar, sum fara at standa á pallinum. Okkurt gott er eisini í væntu frá føroyska JazzOasis, tí afturat góðskuni, sum teir vístu á Jazzfestivalinum, hava teir lagt alla ta venjing og vegleiðing, sum teir hava fingið burturúr verkskeiðunum. Tilfarið er ikki broytt nógv, tí teir hava heldur valt at betra tað, sum teir longu brúka. Harímillum eru eisini útsetingar av føroyskum løgum. Støðið á donskum jazzi er óvanliga høgt í altjóða høpi. Nógvir danskir solistar og tónaskald hava fingið alheims viðurkenning og teljast millum tey bestu. Jens Jefsen trio er mannað av virtuosum og verður mett sum ein tann besta í Danmark. Jens Jefsen undirvísur á Rútmiska Konservatoriinum í Århus í kontrabassi. Hann hevur verið virkin solistur í mong harrans ár og millum annað spælt saman við nógvum av teimum kendu amerikanarunum sum t.d. Dizzy Gillespie og Roy Eldridge, sum vitjaðu Danmark í teimum gyltu jazzdøgunum í 60-70'unum. Jefsen var ein av kendu andlitunum í klubbanum Tagskægget í Århus, tá tað var til. Fyri einum 20 árum síðan møtti hann gittarleikaranum Uffe Steen úr Esbjerg, sum eisini var komin til Århus at spæla. Hann er í løtuni docentur á Rútmiska konservatorinum har og er sera virkin solistur, sum spælir øll møgulig stílsløg líka frá blues til pop. Seinast men als ikki minst er trummuspælarin Alex Riel, sum er vorðin eitt heimsnavn. Tey seinastu árini hevur hann rættiliga verið úti um seg og spælt við teimum allarbestu, sum mynda jazzheimin fyrr og nú. Nøvn sum Ben Webster, Wayne Shorter, Michael Brecker, Niels Henning Ørsted Pedersen og Eddie Goméz, munnu fáa einglarnar at syngja hjá jazzelskarum. Útlendsku rásirnar størri ávirkan á børn og ung enn SvF Tað er niðurstøðan í kanningini um sjónvarpsávirkanina á børn og ung í Føroyum. Fyrsta kanningin varð gjørd áðrenn SvF varð stovnað, og hin 11 ár aftaná Tað er eindømi í okkara tíð, at eitt samfelag ikki hevur fingið atgongd til sjónvarp fyrr enn í áttatiárunum. Ongastaðni vóru børn uppald uttan ávirkan av hesum sterka fjølmiðli. Tað gav serkønu fjølmiðlagranskarum og øðrum møguleika at gera kanningar um, hvussu sjónvarp ávirkar børn og ung. JetteForchhammer, mentanarsosiologur í Danmark, gjørdi saman við Peter Christensen og Peter Duelund, fyrstu kanningina um børn og sjónvarp í Føroyum í 1981, áðrenn Sjónvarp Føroya varð sett á stovn í 1984. Í 1991/92 varð næsta kanningin gjørd, sum skuldi avdúka, hvat árin sjónvarpið hevði havt á uppvaksandi ættarliðið. Endamálið við hesum kanningum var at at lýsa, hvussu sjónvarpið ávirkaði barnamentanina. Við grundarlagi í at samanbera frítíðarvirksemið og mentanarvirksemið áðrenn og aftaná at sjónvarpið kom, var møguligt at lýsa, hvussu gerandisdagurin hjá børnunum broyttist, við teimum tilboðum, sum sjónvarpið hevði at bjóða. Í fyrstu frágreiðingini, sum kom út í 1983, varð gjørd ein meting av, hvussu sjónvarpið frameftir fór at ávirka føroyska samfelagið. Metingarnar vóru skeivar Ábendingarnar vóru, at ávirkanin av sjónvarpinum fór at gera veitina djúpari á sosiala og mentanarliga økinum. Sagt varð: * Sjónvarpið fór at avmarka sosialu samveruna, sum tá var sera væl virkandi. * Sjónvarpið fór at skúgva føroysku mentanina til viks, eitt nú, at børnini fóru at sita óvirkin framman fyri sjónvarpið stóran part av degnum. * Sjónvarpið fór at danisera málið, sum føroyingar annars høvdu stríðst so nógv fyri at varðveita. * Sjónvarpið fór at ávirka barnamentanina, á hædd við liviháttur hjá børnum aðrastaðni, innan tónleik, klædnamótan, verumáta o.s.fr. * Sjónvarpið fór at økja um bangilsi og ótryggleika hjá børnunum, av tí at so nógvur harðskapur var í sjónvarpsfilmum. Nýggja kanningin vísir, at hesar ábendingar ikki vóru á rættari leið. Frágreiðingin vísir á, at sjónvarpið hevur ikki havt negativa áviran á gerandisdagin hjá børnunum á tann hátt, at tey sita óvirkin framman fyri sjónvarpið, og av hesum halda seg burtur frá at luttaka í felags mentanarligum virksemi. Børnini meira virkin enn nakrantíð Heldur hinvegin vísir kanningin, at børnini ongantíð hava verið so virkin og luttikið í so nógvum og ymiskum felgs- tiltøkum, sum tá næsta kanningin varð gjørd í 1992. Tað, at sjónvarpið kom, hevur ikki havt óhepnar avleiðingar á felagsvirksemið sum heild. Hóast børnini ganga til nógv ymisk tiltøk, so hyggja tey eisini nógv í sjónvarpið. Eins og í hinum Norðurlondum er frítíðin ofta væl skipað hjá børnunum í Føroyum. Dagurin er fult settur við ymsum gerðarmálum. Nógv gjørt fyri ítróttin Í størri mun enn áður stuðlar tað almnnenna frítíðarveirksmið. Tá børnini ikki longur kunnu spæla trygt á bygd og í bý, noyddist tað almenna at hjálpa til, eitt nú við at byggja ítróttarhøllir og svimjihøllir. Nógv er gjørt fyri at skapa karmar um ítróttartiltøk víða um í Føroyum, verður sagt í frágreiðingini. Sum grundgeving fyri, hví tað almenna í størri mun enn áður stuðlar frítíðarvirkseminum hjá børnum og ungdómi, sigur frágreiðingin, at ein orsøk m.a. eru broytingar í liviháttinum, og tað at kvinnurnar hava fingið fastari tilknýti til abeiðsmarknaðin, umframt at vælferðin er vaksin. Broytingin frá bygdamentan til býarmentan hevur lutvíst sett dám á samfelagið, tó at tað bert er í Havn og fyri ein part eisini í Klaksvík, at nógv fólk eru fastlønt. Í Havn og í Klaksvík varð farið undir at skipa frítíðarvirksemið hjá børnum, væl áðrenn fyrsta kanningin varð gjørd í 1981, og hereftir komu bygdirnar væl við á økinum. Tær broytingar, sum síggjast aftur í frítíðarmynstrinum í skipaðu eins og óskipaðu frítíðini, skal helst skiljast sum broytingar í liviháttinum, heldur enn í sjónvarps ávirkanini, er niðurstøðan hjá Jette Forchhammer. Børnini somu møguleikar í áttatiárunum Í einum parti av frágreiðingini, sum er um nútíðar livihátt í Føroyum, verður greitt frá viðurskiftunum í áttatiárunum, tá nærum øll børn í Føroyum høvdu somu møguleikar á bygd og í bý. Børnini ferðaðust nógv kring oyggjarnar. Av bygd fóru tey til handils á stórplássunum, vitjaðu familju og vinir, fóru til sjónleik ella í biograf, eins og tey luttóku á ítróttarstevnum. Børnini á stórplássunum vitjaðu somuleiðis á bygdunum, hildu summarfrí hjá familju ella luttóku í Ítróttartiltøkum. Í áttatiárunum høvdu øll børn nærum somu atgongd til fjølmiðlarnar, vikubløðini, teknirøðirnar, tónleik og plátur og bond. Tá vóru enn biografar á bygd, og øll hoyrdu útvarpið. Hóast útvarpið ikki sendi allan dagin, so høvdu børnini møguleikar at hoyra útlendskar útvarpsstøðir. Ferðamynstrið var somuleiðis tað sama. Flogsambandið við umheimin var hvønn dag, og fólk fóru á charterferðir til heitu londini o.s.fr.. Sostatt var føroyska samfelagið á altjóða støði, áðrenn sjónvarpið varð stovnað. Kortini vóru góðir møguleikar at varðveita føroysku mentanina. Í einu so lítum samfelag sum tað føroyska, eru brúk fyri øllum góðum kreftum. Fíggjarligu góðu tíðirnar gjørdu tað eisini møguligt at skapa eitt samfelag við haldgóðum menniskjansligum, listarligum og mentanarligum virðum. Tað var tí ein týðandi spurningur, hvussu samfelagið fór at verða ávirkað av einum so sterkum fjølmiðli, sum sjónvarp er. Hvussu fór uppvaksandi ættarliðið, sum hevði atgongd til sjónvarpið frá byrjanini, at ávirkast av hesum? Ó Hóast tað bæði fíggjarliga og tekniskt var gjørligt at senda sjónvarpsendingar, so varð SvF ikki stovnað fyrr enn á heysti 1984. Politikararnir sótu sjóvarfallið av sær Grundleggjandi orsøkin til at tað tók so drúgva tíð at stovna SvF, var tann, at politikararnir ikki kundu semjast um, hvørt tíðin var búgvin til tað. Meðan politiska orðaskiftið -fyri ella ímóti - helt fram, kom sjónvarpið inn um bakdyrnar og yvirhálaði politiska fyritakssemið. Privatfólk tóku seg saman og stovnaði Sjónvarpsfelagið og fóru undir sendingar. Frágreiðingin vísir á, at avleiðingin av, at tað tók so langa tíð at stovna almenna sjónvarpið, var, at SvF fekk harða kapping frá útendskum sjónvarpsrásum, sum kundu takast niður um parabol. Tað hevði við sær, at føroyska sjónvarpið ikki fekk stórvegis ávirkan á børn og ung, og als ikki á sama hátt sum útlendsku rásirnar. Tá seinna kanningin var gjørd í 1992, sendi SvF ikki hvønn dag í viku, og fyri tað mesta bert um kvøldarnar. Tann ávirkanin, sum politikararnir áður vóru so bangnir fyri, skuldi nú vísa seg at verða ónýtilig. Børn og ung komu at vaksa upp í eini altjóða fjølmiðlamentan. Tað er ávirkanin haðani og ikki frá almenna føroyska sjónvarpinum, sum speglast aftur í kanningini, sigur Jette Forchhammer í frágreiðingini. Skúlabarnaferðin í Danmark í 1938 Herfyri kom út bókin um Tjaldrið, sum Erling Poulsen hevur skrivað. í bókini er nógv áhugavert tilfar um ferðamannaskipið Tjaldrið, eins og myndir og lesnaður um dansiferðir í Danmark og um stóra skúlabarnaferðina til Danmarkar í 1938, tá Erling Poulsen sjálvur var eitt av teimum 100 føroysku børnunum, sum vóru við í ferðini. Vit prenta í dag hesa myndinga, sum varð tikin av føroyska ferðalagnum saman við nøvnunum á teimum, ið eru á myndini Tey 100 skúlabørnini, sum vóru við á Danmarkarferðini í 1938 Erling Poulsen, brot úr bókini >>Tjaldirð<<: Hesi skúlabørnini vóru á danmarkarferð 1938: 1. Vilmund Hansen, Funningsfjørði. 2. Henry Olsen, Tórshavn. 3. Olivur Johannesen, Skarvanesi. 4. Steingrim Joensen, Argjum. 5. Alexander Midjord, Hovi. 6. Kristian Jacobsen, Glyvrum. 7. Símun Danielsen, Sandavági. 8. Harry Petersen, Sørvági. 9. Frederik Sivertsen, Norðdepli. 10. Jacob Wenningsstedt, lærari. 11. Janus Jensen, Dímun. 12. Sørin Sørensen, Húsavík. 13. Elinborg Samuelsen, lærari. 14. Alberg Danielsen, Sørvági. 15. danskur ferðaleiðari. 16. Sofus Pedersen, lærari. 17. Betti Johansen, lærari. 18. Johanna Jensen, lærari. 19. Hákun Dam, lærari. 20. Jógvan Kruse, Eiði. 21. Anker Gærdum, Strondum. 22. Leivur Joensen, Sandavági. 23. Andreas Johannesen, Hvannasundi. 24. Rasmus Nielsen, Sandavági. 25. Jákup Joensen, Nólsoy. 26. Andreas Højgaard, Toftum. 27. Hans Hansen, Tjørnuvík. 28. John Dahl Olsen, Vestmanna. 29. Arnbjørn Mortensen, Tvøroyri. 30. Hans Kristiansen, Gjógv. 31. Poul Eide, Funningi. 32. Jonhild Øre, Fuglafjørði (Kittan). 33. Jóna Gaard, Oyndarfjørði. 34. Erling Pousen, Vági. 35. Richard Joensen, Langasandi. 36. Hans Jacob Nielsen, Sumba. 37. Daniel Jacob Højgaard, Rituvík. 38. Otto Skálagarð, Skúvoy. 39. Tummas Poulsen, Tórshavn. 40. Anna Højsted, Hvalvík. 41. Oddny Andreasen, Tórshavn .Millum 41 og 42 sæst eitt andlit, og tað er Betty Olsen, Søldarfjørði. 42. Malfríð Dam, Kollafjørði. 43. Jenny Lydersen, Kirkju. 44. Johild Magnussen, Leynum. 45. Betta Jacobsen, Slættanesi. 46. Maria Samuelsen, Kollafjørði. 47. Jacobina Magnussen, Kvívík. 48. Edith Vang, Hvalba. 49. Helena Hansen, Toftum. 50. Hjørdis Thomsen, Norðagøtu. 51. Margit Nielsen, Sandvík. 52. Margit Reynberg, Fuglafjørði. 53. Fríðbjørg Petersen, Selatrað. 54. Valborg Petersen, Selatrað. 55. Anna Olsen, Klaksvík. 56. Betty Villimsen, Hvalba. 57. Marita Hansen, Viðareiði. 58. Sanna Nolsøe, Vági. 59. Elly Lindberg, Tvøroyri. 60. Margreta Danielsen, Miðvági. 61. Frida Joensen, Skálavík. 62. Andrea Dalbø, Syðrugøtu. 63. Lydia Johannesen, Skála. 64. Simona Vang Niclasen, Hesti. 65. Marna Poulsen, Nesi (Vági). 66. Turid Tausen, Eiði. 67. Selma Jacobsen, Leirvík. 68. Maria Samuelsen, Eiði. 69. Thurid Lindahl, Kunoy. 70. Annie Eystberg, Skopun. 71. Havgerð Reinert, Tórshavn. 72. Emka (Minne) Jensen, Sandi. 73. Henrietta Mikkelsen, Klaksvík. 74. Ruth Vilhelm, Klaksvík. 75. Johanna M. Jensen Klaksvík. 76. Hallgerð Kalsoy, Eiði. 77. Sólborg Hansen, Funningi. 78. Oda Gaard Hansen, Tórshavn. 79. Frida Høgnesen, Norðoyri. 80. Marna Olsen, Hósvík. 81. Jensina Thomsen, Hvalba. 82. Gunhild Olsen, Norðdepli. 83. Martha Mortensen, Trongisvági. 84. Gunvør Samuelsen, Kollafjørði. 85. Hanne Lisa Jensen (dóttir Johannu Jensen, lærara). 86. Jóhanna Súsanna Hansen, Hósvík. 87. Sandrin Müller, Porkeri. 88. Petur Nolsøe, Trongisvági. 89. Leivur Grækarisson, Kvívík. 90. Chr. Rich. (Dia) Joensen, Kvívík. 91. Demmus Hentze, Sandi. 92. Axel Simonsen, Hoyvík. 93. Smith Vang, Vestmanna. 94. Niklái Nysted, Hvannasundi. 95. Petur Petersen, Porkeri. 96. Jens Petur (Pedda) Joensen, Skopun. 97. Hans Olaf Debes, Oyri. 98. Ásmundur Johannesen, Sandi. 99. Kaj í Bartalsstovu, Syðrugøtu. 100. Arthur á Brúnni, Skálavík. 101. Bendix Bærentsen, Vestmanna. 102. Niels Juel Nielsen, Glyvrum. Tríggjar gentur vanta á myndini og tær eru 1. Anna Johansen, Strondum. 2. Laura Erlingson, Fámjin. 3. Maria Hummeland Haldansen, Vestmanna. Rúna nýggjur deildarstjóri Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur í dag sett Rúnu Hilduberg sum deildarstjóra í vinnu- og miðnámsdeildini í Undirvísingar- og mentamálastýrinum Rúna Hilduberg er í dag sett í starv sum deildarstjóri í Undirvísingar og mentamálastýrinum í Tinganesi. Rúna Hilduberg tók prógv sum bygningsverkfrøðingur frá Danmarks Ingeniørakademi í 1986. Hon var á skeiði í >>Marketing Research<< og >>Business Communication<< við Farfield University, Connecticut, USA, í 1986. Hon hevur arbeitt sum verkfrøðingur í Føroyum og Danmark í tíðarskeiðnum frá 1986 til 1992. Síðan 1992 hevur hon arbeitt sum lærari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Viðmerking til Orð og Mál Í Dimmalætting 26. í h. mutar ein greinskrivari ímóti Tað svevur sum eykagrundlið í einum setningi. Eri lutvíst samdur við greinskrivaran, tá Tað - í staðin fyri Barnið - sum persónsfornavn umboðar grundlið. Men eg eri ikki heilt samdur við greinskrivaran, tá tað í einum nektaðum setningi stendur Tað svevur ikki eisini kann verða fatað sum eykagrundlið ella formelt subjekt. Beinleiðis ber til at siga, at Tað svevur er ein setningur, sum onga meining gevur, tí vit vita ikki hvør ið Tað er, tí er tað ein ivaspurningur, um tað ikki eisini ber til at analysera Tað svevur sum eykagrundlið (formelt subjekt). Sostatt kann setningurin Tað svevur nevnast nektaður (nakin) t.e., sum onga meining gevur. Men eisini kann setningurin tykjast fløkjasligur, men eisini áhugaverdur, tá málmenn ikki eru á einum máli um, hvussu hann eigur at verða uppfataður. Báðir eru vit óivað logiska samdir, at Tað svevur, har Tað í staðin fyri Barnið er grundlið, men tá vita vit frammanundan, hvør ið Tað er, sum í hesum føri er Barnið. Men tvíhaldi kortini, at tað eisini eigur at bera til at analysera Tað svevur sum eykagrundlið, tá vit nevniliga ikki kenna Tað sum grundlið sum víst við dømunum Tað regnar, Tað bankar og so framvegis. útvarpslurtari Útiseti í hálva øld Beint fyri krígslok, í apríl mánaða í 1945, fór Jens Splidt av Nesi í Vági til Íslands at arbeiða. Nú eitur hann Jens Petursson og hevur búð í Íslandi í eina hálva øld Nógvir føroyingar fóru til Íslands at arbeiða eftir Kríggið, og fleiri búsettust og vórðu verðandi. Tá Sosialurin herfyri vitjaði í Reykjavík, hittu vit ein teirra, Jens Petursson, sum er formaður í stýrinum fyri Sjómansheimið Ørkina í Reykjavík. Jens er ættaður av Nesi í Vági. Hann æt Jens Splidt, tá hann búði í Føroyum. Jens fór til Íslands beint fyri krígslok, í apríl mánaða 1945, at arbeiða. Saman við einum systkinabarnið fór hann til Akureyrar, har ein mammubeiggi búði. Jens var í Íslandi til 1948, tá hann fór heim aftur og var heima í eitt gott ár. Í november mánaða í 1949, fór Jens aftur til Akureyrar, har hann var til 1953. Tá flutti hann til Grindavíkar, har hann fór at fiska. Konan, Maria, sum er ættað úr Hovi, flutti eisini, og síðan hava tey búð fast í Íslandi. Í Grindavík var Jens fyrst við einum útróðrarbáti í eitt ár, til hann fór við trolara úr Reykjavík. Einaferð var ein skipari, sigur Jens, sum skuldi til Fredrikshavnar eftir einum báti, sum hevði skift motor. Hesin skiparin vildi av einihvørji ørsøk ikki hava verfaðirin við, og bað tí Jens koma við sum kokk. Tað gjørdi hann, sigur Jens, og varð so verðandi har umborð tað summarið. Men annars hevur hann mest verið við trolara, greiðir hann frá. Í 1968 legðist hann uppi og hevur tykist við ymisk arbeiði. Seinastu tólv árini hevur hann verið náttarvakt á einum heimi fyri evnaveik, sigur Jens. Fallin væl til >>Mær dámdi væl í Íslandi,<< sigur Jens. >>Ein beiggi mín kom eisini yvir. Hann býr nú á Akureyri, og ein systir var eisini har yviri. Hon var komin til Íslands í 1947 og býr nú í Reykjavík.<< Tað eru rættiliga nógvir føroyingar í Íslandi, sigur Jens. Men trupult er at skráseta teir. Ikki allir eru limir í føroyingafeløgum, til dømis, og hartil kemur, at nógvir hava skift nøvn. So ilt er at síggja á navninum, um persónurin er føroyingur ella íslendingur, sigur Jens, sum jú sjálvur hevur íslendskt navn nú. Tað er gott at vera í Íslandi, sigur Jens. Og tá so børnini fóru í skúla, varð meiri torført at flyta, sigur hann. Bíðað varð fyrst, til skúlin var liðugur. So var tað framhaldsskúli og onnur útbúgving. Og áðrenn ein veit av, eru tey vaksin, og hava onnur áhugamál. Jens og Maria eiga fýra børn. Tríggjar synir og eina dóttur. Tey eru øll fødd í Íslandi. Men bara tvey teirra, dóttirin og ein sonur búgva í Íslandi. Hini báðir beiggjarnir eru fluttir aftur til Føroya. Annar, Oddgeir Jensson, sum hevur føroyska konu, býr á Tvøroyri, og hin, sum eitur Hjalti Jensson, býr í Hovi, haðani mamma hansara er ættað. Hjalti hevur íslendska konu, sigur Jens, og tey trívast væl í Hovi, letur hann at. Systirin og yngsti beiggin, eru bæði gift í Íslandi og búgva har. Jens gleðist yvir, at tað hevur gingið synunum væl í Føroyum. Teir hava havt nokk at gera alla tíðina, sigur hann. Sjómansheimið >>Søgan um Sjómansheimið Ørkina er so long,<< sigur Jens og smílist, >>at eg rokni ikki við at liva so leingi, at eg komi at siga hana alla.<< Men hann heldur seg til at byrja kortini. Gamla Sjómanssstovan í Reykjavík varð vígd í 1958, greiðir Jens frá, og Johan Olsen, trúboðari, var hvørt ár í eini 30 ár í Reykjavík. Men tað kom so har til, at húsið gjørdist gamalt og skuldi takast niður ella flytast, tí tað slapp ikki at standa í Skúlagøtu meir, minnist Jens. Men tá vóru góðar tíðir í Føroyum, Og fólk hildu tað vera keðiligt, at einki sjómansheim ella -stova var í Íslandi. Hóast tað ikki júst tá vóru so nógvir føroyskir sjómenn í Íslandi, var tó onkur, sum helt, at teir kundu koma aftur. Og um so var, at ringar tíðir komu aftur í Føroyum, hevði verið gott at havt eitt sjómansheim at komið til í Íslandi, so tað ikki gjørdist, sum tað var, tá føroyingarnir vóru flestir í Íslandi, og einki høvdu at koma til. Peningasavnan Longu áðrenn nøkur bygginevnd var stovnað, greiðir Jens Petursson frá, varð stovnaður ein kvinnuringur, og eisini varð savnað inn í smáum til eitt sjómansheim. Fyrsti formaður í bygginevndini var Jacob Mortensen, ættaður úr Øravík. Og formaður fyri kvinnuringinum var Justa Mortensen, eisini úr Øravík. Kvinnuringurin er til enn í dag, sigur Jens. >>Tey bæði arbeiddu nógv fyri Sjómansheimið,<< greiðir Jens frá. >>Men tey eru nú bæði farin,<< sigur hann. Jacob upplivdi kortini, at húsið varð vígt, og hann kom ofta á møti her, eftir tað, sigur Jens. Skrivað varð heim til Føroyskar myndugleikar, og loyvið varð givið at byggja eitt sjómansheim. Jens sigur, at tað var serliga Rikard Mortensen, sum var kassameistari, sum samráddist um at fáa bygginevndina setta. So varð farið at savna pening til tess, at arbeiðið kundi fara í gongd í Reykjavík. Og innsavningin var við lutaseðlasølu, sum nógvir føroyingar vita um at siga. Í byrjanini varð keyptur ein bilur til vinning, men tað gav ikki tað stóra, tí útreiðslunrar gjørdust ov nógvar. So varð hildið upp at við at luta bil burtur, sigur Jens. Løgtingið gav eisini nakað av stuðuli, minnist hann. Sjálvboðið arbeiði Í 1975 varð farið undir at stoypa fundamentið undir sjómansheiminum. Grundstykkið varð keypt, og pengar vóru læntir frá kvinnuringinum. Tó ikki alt. Løgtingið lat eina hálva millión, sum útgoldin varð í einum, og fyri teir pengarnar, varð húsið stoypt í einum, greiðir Jens frá. Eisini kvinnuringarnir í Føroyum hava savnað pening inn. Og so varð arbeitt eftir, sum pengar vóru til. Jens greiðir frá, at tað eru fleiri fólk, sum hava brúkt sína frítíð til at arbeiða ókeypis við byggingini av Sjómansheiminum. Hann nevnir tveir brøður av Skipanesi, Jonhard og Regin Joensen, sum saman við fleiri øðrum hava verið einar fýra- fimm summarferiur ig arbeitt tá sjómansheiminum. Millum annað komu føroyingarnir við føroyskum gróti, sum lagt er uttan fyri høvuðsdyrnar. Lán varð so tikið til at gera húsið liðugt fyri, sigur Jens. Hetta var í 1990 og arbeitt varð so av fullari kraft, til liðugt var. Og húsið varð vígt í 1991. Eftir at húsið var liðugt, fóru skipanesbrøðurnir undir at gera parkeringsplássið liðugt, sigur Jens. Og her leggur leiðarin á Sjómansheiminum, Eirný Ásgeirsdóttir, afturat, at Jens er kanska nakað >>beskeðin<<, tí hansara partur liggur sanniliga ikki eftir. Hann hevur brúkt rættiliga nógv av síni frítíð til arbeiðis á Ørkini, sigur hon. Føroyska sjómansheimið Ørkin Lutaseðlar, kvinnuringur og sjálvboðin arbeiðsmegi eru nakrar av fyritreytunum fyri, at Sjómansheimið Ørkin varð veruleiki eftir at hava verið 18 ár ávegis Mitt í býnum í Reykjavík liggur føroyska oasan Sjómansheimið Ørkin. Rímuliga nær við havnina og við útsýnið yvir víkina, sum ikki gevur nøkrum sum helst nakað sum helst eftir. Ein tvítornað kirkja, Háteigskirkjan, og ein sjómansskúli við høgum torni eru grannar hjá føroyska Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík. Ber til at fáa eyga á hesar báðar bygningarnar, er lætt at navigera til Brautarholt nummar 29, sum er adressan hjá Ørkini. Sjómansheimið varð vígt í 1991. Og hóast tað ikki var líka drúgt sum hjá Nóa at byggja sína ørk, tók tað langa tíð at fáa Ørkina í Reykjavík >>flotaða<<. Tað gingu 18 ár, frá tí, grundarsteinurin varð lagdur, til sjómansheimið varð vígt. Summarið er álitið Tað er Føroyska Sjómansmissiónin, sum eigur heimið, og dagligur leiðari er Eirný Ásgeirsdóttir, sum er íslendsk. Í september mánaða varð Havstein Ellingsgaard, sum í mong ár hevur sitið í stýrinum fyri Sjómansheimið, av Sjómansmissiónini sendur til Reykjavíkar at hjálpa til á Sjómansheiminum. Hann skal verða har yviri til jólar. Havstein Ellingsgaard sigur, at tað hevur borið til at rikið heimið, síðan tað lat upp í 1991. Tað hevur ikki altíð verið líka lætt, sigur hann, men tað hevur so borið til. Um summarið er rættiliga nógv fólk á Sjómansheiminum, sigur Havstein Ellingsgaard, meðan veturin er heldur slakari. Tað er summarsesongin, sum tíverri er alt ov stutt, sum avgjørt skal bera raksturin. Nakrir fastbúgvandi gestir eru kortini á Sjómansheiminum um veturin. Tað eru fyri tað mesta skúlanæmingar. Og onkur føroyingur er eisini ímillum. Í løtuni býr bara ein føroyingur fast á Ørkini. Tað er Tórur Restorff Jacobsen úr Hvalvík, sum gongur á tónleikaraskúla í Reykjavík. Hann lærir á øðrum ári at spæla cello. Annars hava tað verið føroyskir listaskúlanæmingar í Reykjavík, og fleiri teirra hava búð á Ørkini. Væl útgjørt Sjómansheimið er nýtt og tí, sum vera man, sera væl útgjørt. Rúmini eru ljós og hugnalig, og allastaðni er alt sera væl hildið. Rúmini eru útgjørd við øllum tí, eitt nútímans hotel eigur at hava. Bað, telefon, og sjónvarp er standard útgerð. Av teimum 20 vanligu hotelrúmunum, sum eru á Ørkini, er helvtin upptikin um veturin. Umframt eru tvey størri rúm, sovisalar, har størri ferðaløg kunnu húsast. Eisini er ein salur, har ymiskar samkomur kunnu haldast. Hvønn sunnudag seinnapart, klokkan 17, verður hildin kristiligur fundur. Men eisini aðrir aktivitetir so sum borðtennis og billard eru í hesum salinum. Og er talan um veitslur av einumhvørjum slagi, ber til at borðreiða fyri 80 fólkum. Av Skála til Reykjavíkar Um summarið arbeiða fleiri fólk á Sjómansheiminum Ørkini. Men nú í vetur eru bara tvær føroyskar gentur, sum arbeiða á Sjómansheiminum, umframt Havstein Ellingsgaard og Erný Ásgerisdóttir, leiðara. Á Sjómansheiminum siga tey, at roynt verður at fáa fleir føroyingar at arbeiða har yviri um summarið, men tað gongur ikki betri enn væl at fáa nakran. Hendan dagin, Sosialurin vitjaði Ørkina, stóð hin 19 ára gamla Sólgerð Davidsen av Skála í móttøkuni. Hon hevði bert verið har yviri í tríggjar vikur, segði hon. Hon er sjálvonnur føroysk genta á Sjómansheiminum í løtuni. Hin er Marianna Vang úr Leirvík. Umframt at sita í móttøkuni gera tær alt fyrifallandi arbeiði á Sjómansheiminum. Vaska, reiða upp og so framvegis. Sólgerð sigur, at hon varð liðug við FHS útbúgving í summar og hevði hug at royna okkurt nýtt. Og hon valdi so at royna hetta. Hon sleppur heim á jólum, sigur Sólgerð. Og tað gleðir hon seg longu til. Tað er nokk at takast við uttan fyri arbeiðstíð í Reykjavík, sigur Sólgerð. Hon hevur longu hitt einar fimm - seks føroyskar gentur í Reykjavík. Tær flestu teirra arbeiða eisini har yviri, men onkur gongur í skúla. Tær vóru óførar, sigur Sólgerð. Longu fyrsta dagin, hon kom yvir, komu tær at vísa henni býin. So tað gekk væl at falla til, sigur hon. Sólgerð heldur, at íslendingar hava betri sans fyri klæðum, enn føroyingar. Men tað er dýrt. Hon sigur, at teir tora eisini betri at ganga í sjáldsomum klæðum. Slíkum, sum føroyingar neyvan høvdu farið í, heldur hon. Íslendingar eru blíðir, sigur Sólgerð. Fólk tykjast hava stóran áhuga fyri Føroyum. Enn hevur hon ikki lært málið nóg væl, sigur hon, men væntar, at tað man fara at koma. Annars heldur Sólgerð, at tað virkar heimligari í Íslandi enn í Danmark. Tað er rúmligari og lættari fyri andanum. Frí frá landskappingini í hondbólti Hondbóltur: Hetta vikuskiftið liggur landskappingin í hondbólti still Tað verða eingir dystir í landskappingini í hondbólti hett vikuskiftið. Bestu deildirnar hjá bæði monnum og kvinnum hava frí, tí hetta vikuskiftið er seinasta freist at fáa avgreitt steypadystirnar í 2. umfari. Nógvir av steypadystunum eru longur spældir, og onkrir verða spældir í vikuskiftinum. Landskappingin liggur still fram til mikudagin, tá tveir dystir verða. Tá fara mansliðini hjá H71 og Neistanum at spæla í Havn og kvinnuliðini hjá Kyndli og GÍ somuleiðis. Á Skála verður toppdystur millum StÍF og Neistan. Eyðun Klakkstein Toppdystir í flogbóltinum Flogbóltur. Bæði hjá monnum og kvinnum eru hetta vikuskiftið toppdystir á skránni Liðkappingin í flogbólti heldur fram hetta vikuskiftið, og bæði hjá monnum og hjá kvinum verða spennandi dystir. Í mansdeildini liggja Mjølnir og Fram á odda, og júst hesi bæði liðini hittast til toppdyst í Havn sunnudagin. Bæði Fram og Mjølnir hava tapt ein dyst í part í ár, Fram tapti tepurt fyri Mjølnir í Klaksvík, og næstseinasta vikuskiftið noyddist Mjølnir at lúta fyri Fleyr. Mjølnir og Fleyr hava spælt tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum í ár, og hvørjaferð hevur Mjølnir vunnið. Nú hevur Fram møguleika fyri at fáa revansju, tá liðini spæla í Eysturskúlanum í morgin kl. 15.00. Tveyi aðrir dystir verða í kappingini hjá monnum hetta vikuskiftið. Hesir báðir dystir verða á Kambsdali leygardagin. Klokkan 13.00 byrja dystirnir millum ÍFb-Fram og ÍFa-Fleyr. TB og Mjølnir hjá kvinnum Kvinnurnar hjá Mjølni eru hetta vikuskiftið eisini við í toppdysti. Tær skulu spæla móti TB sunnudagin, og hesi bæði liðini liggja í løtuni á odda í deildini. Dysturin, sum Mjølnir skuldi spæla móti Drátti leygardagin, er avlýstur, og tá Mjølnir og TB fara undir toppdystin í Trongisvági í morgin klokkan 13.00 stendur oddaplássið í deildini uppá spæl. Ein annar kvinnudystur verður eisini sunnudagin. hann er millum ÍF og Fleyr og verður spældur á Kambsdali klokkan 15.00. KÍ hevur fríggjað til Sivic Fótbóltur: Men Tomislav Sivic hevur slitið samráðingarnar við KÍ, og skal halda fram í B36 næsta ár Seinastu tíðina hevur samband við millum B36-venjaran Tomislav Sivic og KÍ. Norðlýsið visti í gjár at siga, at talan hevur verið um, at Sivic skuldi koma til Klaksvíkar at spæla næsta ár. Talan var ikki um venjarastarv eisini, tí KÍ hevur langt síðani longt sáttmálan við venjaran Jóannes Jakobsen. Heri Ellingsgaard, sum er starvsnevndarlimur í KÍ, váttar yvir fyri Norðlýsinum, at samband hevur verið millum KÍ og Sivic. ­ Men hetta samband endaði týsdagin, tá Sivic boðaði frá, at hann í løtuni ikki kundi koma til Klaksvíkar, sigur Heri Ellingsgaard við lokalblað norðoyinga. Norðlýsið hevur frætt, at fundur skuldi týsdagin verða millum KÍ og Sivic, men hetta var av ongum, og blaðið heldur, at talan helst er um, at leiðslan í B36 hevur lagt uppí í evstu løtu. At Útvarpið í gjár visti at siga, at tað nú umsíðir er komið uppá pláss, at Jákup Eli Olsen hjá B68 og Pól Thorsteinsson hjá VB næsta ár spæla við B36, hongur ivaleyst saman við at Sivic nú hevur sagt nei til KÍ. B36 hevur mist nógvar spælarar síðani kappingarlok, og tað er eingin loyna, at hetta hevur dámt B36-venjaranum illa. Men nú tykist alt vera komið í rættlag aftur. Eyðun Klakkstein FCK komið illa fyri á Lanzarote Fótbóltur: FCK-spælarar eru lagdir undir at hava týggjað sær sum bølmenni á Spies-hotelli á Lanzarote, har teir halda frí hesa vikuna Felagið hjá Toda Jónsson, FC Keypmannahavn, er komið illa fyri á feriuoynni Lanzarote, har felagið heldur frí í eina viku, eftir eina strævna fyrru hálvu av Superliguni. Sambært leiðsluni á einum Spies-hotelli á oynni týggjaðu rúsaðir FCK-spælarar seg sum bølmenni týsnáttina. Teir høvdu verið í býnum, og tá teir komu aftur á hotellið á miðjari nátt, gjørdu teir nógv um seg, veit danska dagblaðið BT at siga. ­ Danirnir vóru fram sum enskir hooligans, gingu á takinum, tveittu við øldósum, tveittu ein stól út gjøgnum eitt vindeyga á triðju hædd, og larmaðu og róptu, greiður leiðandi í móttøkuni frá. Náttarvaktin á hotellinum royndi at fáa frið og ordan í, men alt til onga nyttu, ikki fyrr enn løgreglan kom á hotellið gjørdist friðarligt. Teir tríggir FCK-spælararnir Karim Zaza, David Nielsen og Carsten Hemmingsen verða sagdir at hava gingið undan í rumblinum. Vildi hava FCK av hotellinm Stjórin á hotellinum vildi dagin eftir ófriðin hava FCK-spælararnar av hotellinum, men eftir drúgvar samráðingar millum leiðsluna, FCK-leiðarar og eitt umboða hjá Spies á oynni, fingu partarnir tosa seg til rættis, so spælararnir ikki vórðu tveittir á dyr. Ítróttarstjórin í FCK, Poul Erik Petersen, er illur inn á leiðsluni á hotellinum. ­ Hendan støðan er heilt víð síðuna av. Leiðslan á hotellinum ger alt ov nógv av, og spælararnir eru sera fortørnaðir um reaktiónina hjá hotellinum, sigur hann. ­ Tað passar, at spælararnir hava set nakra urtapottar fyri eina hurð, og vit hava fingið eina rokning fyri ein oygilagdar urtapott, men alt hitt er fullkomila láturligt, sigur ein avgjørdur ítróttarstjóri í FCK. Samráddu seg uppá pláss Henrik Neelmeyer, stjóri hjá Spies Ferðum sigur, at tað var nær við, at alt FCK-ferðalagið, sum telir 30 fólk, var tveitt á dyr. ­ Leiðslan á hotellinum var í øðini, og hon vildi hava FCK av hotellinum alt fyri eitt. Vit spurdu leiðsluna um FCK ikki kundi sleppa við eini ávaring, men tað vildu teir ikki at byrja við. Tvey umboð fyri Spies á Lanzarote fóru á hotellið, og saman við leiðsluni komu teir fram til at FCK ikki var tveitt út. ­ Men verður nakar sum helst ófriður av FCK aftur á hotellinum, verða teir tveittir út í stundini, sigur Spies-stjórin. Allir spælararnir og leiðarar í FCK fóru mánadagin til Lanzarote, og teir skulu halda frí har í eina viku. Danmørk, ein hótti? Eg, 21 ára gamal havnardrongur, sat og hugdi at sendingini >>Tá Danmark loysti<< (SvF 25.11.1997). Eg taki sendingina fyri sanna og standi fyri, at vit loysa, ongantíð ov skjótt. Eg tími ikki at geva referat av sendingini, av tí at SvF hevði gjørt eitt megnararbeiði, sum ikki er gjørligt hjá mær at endurgeva. Hvat er galið? Alt er galið. Hvat skulu vit við einum ríkisfelagsskapi, tá ið ein ríkispartur verður stungin í ryggin. Vit føroyingar hava notið av danskarum! Hetta eru tað mong, ið siga. Men, nú vil eg so inniliga ynskja, at vend kemur í. Vit eru avbukað av dønum, teir hava so ruddiliga sett okkum í klemmu. Hetta verða allir føroyingar noyddir at viðganga, sambandsfólk eisini. Hvat skulu vit gera? Vit skulu loysa við skynssemi og byggja eitt sunt og vælvirkandi land. Okkum manglar ein national sosial-liberalistiskan hugsunarhátt, har kenslurnar fyri Føroyum skulu stimbrast. Útflutningurin skal økjast munandi og innflutningurin lækka. Útflutningurin av fiski skal bert verða av lidnari vøru og nakað av feskum. Liðugvøra gevur nógv fleiri pengar og arbeiði, um rætt verður farið fram. Óviðgjørdur fiskur skal vera bannaður til útflutnings, av teirri grund at nógv arbeiðspláss verða mist. Innflutningurin skal lækkast við avgjøldum á luksusvørum. Hetta eru lutir sum dýrir bilar o.a. og hetta pumpar nógvar pengar av landinum. Hesir pengar kundu ístaðin verið nýttir til útbúgvingar. Útbúgvingar, sum vit seinni koma at njóta gott av. Trupulleikar Trupulleikar ella avbjóðing. Tað verður neyvan lætt hjá føroyingum í nógv ár, men seinni verða vit glað og lukkulig. Eg fari at njóta gleðina sum gamal maður, um væl veit við. Vit koma at føla, at vit liva og vit koma at føla okkum sum føroyingar. Er tað veruliga so, at vit sjóbardu norðbúgvar eru nakrir vimpar, sum ikki tora at standa á egnum fótum. Er tað so, so er best at verða verandi hjá móðir Danmark og sleppa heimastýrinum. Føroyskur handilsskúlanæmingur Áki Bertholdsen Reka fólk úr heimi sínum á jólum ­ Eg skilji ikki, hvussu nakar kann vera so ómenniskjansligur at reka fólk heimanífrá á jólum, táið øll onnur royna at pynta og gera sær tað hugnaligt Tey umleið 10 fólkini, sum búgva á pensjónatinum á Landssjúkrahúsinum fáa eini troystarleys jól. Tí leiðslan á landssjúkrahúsinum hevur gjørt av at tveita tey heimaífrá á jólum. Landssjúkrahúsið er farið undir álvarslig sparitiltøk fyri at fáa játtina í ár at halda. Og sparingin kemur so eisini at raka teir umleið 10 langtíðarsjúklingarnar, sum búgva á pensjónatinum. Tí fyri at spara er gjørt av at lata pensjónatið aftur, og at flyta tey 10 fólkini, sum har búgva á aðrar deildir at verða á jólum. Ómenniskjansligt ­ Vit skilja ikki, at nakar kann vera so ómenniskjansligur at tveita fólk á dyr, heimaífrá á sjálvum jólum, tá ið øll onnur royna at pynta og hugna heimið, sigur Margretha Poulsen, næstformaður í felagnum Sinnisbata. Tey hava skrivað sjúkrahússtjóranum eitt bersøgið bræv, har tey ikki royna at fjala útyvir, hvat tey halda um slíka gerð. Avrit av brævinum er sent báði landsstýrismanninum í heilsumálum, Kristjani Magnussen, Meginfelag Teirra Brekaðu, Ráðnum fyri tey brekaðu og Ráðnum fyri Sjúkrahúsverkið. Í brævinum mótmælir Sinnisbati, at psykiatriskar deildir verða stongdar á jólum. ­ Vit sakna eina frágreiðing um, hvar hesi fólkini skulu vera hesa tíðina.Hvør skal ansa teimum og viðgera tey hesa tíðina Tveitt heimaífrá Men ikki minst mótmælir Sinnisbati ætlanunum at steingja pensjónatið, har einir 10 langtíðarsjúklingar búgva. ­ Pensjónatið er teirra heim og vit kunnu als ikki góðtaka, at tað verður stongt. ­ Vit skilja ikki, hvussu nakar í Føroyum fær seg til at reka fólk heimanífrá ta tíðina á árinum, øll onnur hava úr at gera við at pynta og skapa hugna inni hjá sær sjálvum, sigur Margretha Poulsen. Hon spyr um sjúkrahússtjórin hevur kannað, um hesi fólk hava nakran at fara heim til hesa tíðina. ­ Ella skulu tey bara sita á onkrari deild og hyggja yvir á heim sítt. sum stendur myrkt og kalt? spyr hon. ­ Hetta er ómenniskjansligt og má ikki henda, heldur hon. Hon heitir tí á sjúkrahússtjóran um at sleppa ætlanini um at lata aftur á jólum. Hon heitir samstundis á stjóran um at boðað frá hesum í góðari tíð, áðrenn jólini koma, tí ætlanin hevur skapt ótryggleika og ótta ímillum avvarðandi og sjúklingar. Teirra heim í 10 ár Margretha Poulsen sigur, at pensjónatið hevur verið heimið hjá hesum fólkunum í 10 ár. ­ Og eg haldi, at sjúkrahússtjórin fatar ikki reiðiliga, at tað er har, hesi fólk búgva. Og tey búgva har av tí at tey hava onga aðrastaðni at búgva. ­ Og tú tveitir altso ikki fólk úr sínum egna heimi á jólum. Margretha Poulsen sigur at hon veit ikki, hvussu tað hevði ávirkað frísk fólk at verðið tveitt heimanífrá á jólum. ­ Hvussu heldur sjúkrahússtjórin so, at tað ávirkar sjúk fólk. Og at tað ávirkar tey, er ongin ivi um. Sjálv veit hon um eitt av fólkunum, sum býr á pensjónatinum, sum vann okkurt á bingu nú eitt kvøldið. Tá helt onkur fyri við tað: Nú, hatta var gott at hava á jólum ­ Nei, vit sleppa ikki at vera heima á jólum, var svarið.... Margretha Poulsen sigur, at tað eru í hvussu so er ikki hesi fólkini, sum hava gjørt, at Landssjúkrahúsið ikki klárar at halda játtina. ­ Tey hava mist sína pensjón, og brúka ikki nógv. Men heldur enn at fara eftir teimum, sum hava brúkt pengarnar, er hetta tann sama, gamla søgan umaftur: Tá ið sparast skal, verður lopið á, har garðurin er lægstur. Tað verður lopið á tey, sum ikki formáa sær at muta ímóti. ­ Tókst tú seingina frá teimum, løgdu tey seg bara á gólvið. Nógv teirra hava heldur ikki avvarðandi at verja seg. Margretha Poulsen sigur, at fleiri av hesum fólkunum hava búð í Danmark, men komu til Føroyar fyri nógvum árum, her tey búðu á stongdari deild, til tey fluttu á pensjónatið. ­ Nógv teirra hava kanska ring minni frá deildunum, har tey kanska onkuntíð hava ligið niðurbundin í spennitroyggju, ella hvat veit eg. ­ Eg veit ikki ,hvussu tey føla tað, at enda aftur á eini deild. Næstformaðurin í Sinnisbata heldur avgjørt, at tað er eitt mistak, at pensjónatið hoyrir undir sjúkrahúsið. ­ Tað skuldi tað ikki gjørt, tí talan er ikk um sjúklingar sum so. ­ Og tá ið tey ferð eftir ferð verða offrað, og fella fyri spariknívinum vísir tað bara, at tað er alneyðugt at arbeiða fyri, at pensjónatið verður leyst frá sjúkrahúsinum, og fær sína egnu játtan ­ Tað er einasti mátin at geva hesum fólkum eitt mannsømiligt og trygt lív, heldur hon Stovna SIEC-Føroyar Eitt sindur um SIEC-International/SIEC-Føroyar Fríggjadagin tann 28. november 1997 klokkan 15.00 verður hildin stovnandi aðalfundur hjá SIEC-Føroyar á Føroya Handilsskúla á Kambsdali, og tað er í hesum sambandi, at tit eru hjartaliga vælkomin at luttaka og møguliga eisini gerast limir í SIEC-Føroyar, sum so aftur er limur í tí altjóða felagsskapinum SIEC-International. Eitt sindur um SIEC-International/SIEC-Føroyar SIEC-International er ein aldargamal altjóða felagsskapur, hvørs stevnuskrá er at menna og styrkja tað internationalu dimensiónina innan alla handilsskúlaútbúgving á øllum fakligum støði heilt frá fólkaskúlastøði til Ph.D.-grad. SIEC-International fevnir um lond kring allan knøttin. Málið hjá SIEC-International er at skapa ræsir fyri einum framtíðarskygdari handilsskúlaútbúgvingarkjaki og -netverki. Nevndin í SIEC-International er fyrisiting av Executive Commitee (formansskapur), Pedagogical Commitee og Network Committee. Limir í hesum komiteumeru limirnir í teimum nationalu felagsskapunum, eitt nú SIEC-Føroyar. Nevndarlimirnir í t.d. SIEC-Føroyar velja sína umboðan, eina til pedagogical Committee og eina til Network Committee. Formenninir fyri teir nationalu SIEC-felagsskapirnir eru limirnir í SIEC-International Executive Committee. Aðalfundur í SIEC-International verður hildin á hvørjum ári í samband við ta árligu ráðstevnuna hjá SIEC-International, sum eitt limaland átekur sær at skipa fyri. Evnið á ráðstevnunum er ymiskt á hvørjum ári, og tað er Executive Committee, sum tekur avgerðina. Pedagogical Committee hevur ta pedagogisku og fakligu ábyrgdina av ráðstevnunum og átekur sær at skipa fyri work-shops og evnislestrar (seminars) við umboðan frá teirra egna landi, meðan vertslandið skipar fyri restina av skránni við góðum fyrilestrarhaldarum frá altjóða stórfyritøkum (stjórarnir) í vinnuni. Høvuðsuppgávan hjá Network Committee er sjálvsagt at hava ábyrgd fyri, at limirnir kunnu leita sær eftir samstarvsfeløgum. Hetta er møguligt á konferencunum, og eisini tá ið heim aftur er komin at leita á Internetinum í heimasíðuni hjá SIEC. Samstarvsfelagarnir eru skúlar, leiðarar, vinnulívið (virkir), partar á arbeiðsmarknaðinum, ráðharrastovur o.s.fr. Altjóða konferencan varar eina viku, og í ár verður ráðstevnan hildin í Bologna í Italiu. Høvuðsendamálið hjá SIEC er: -at upplýsa um skúlaskap, soleiðis sum hann fer fram á altjóða støði og tær rembingar, ið eru innan skúlaskap í heiminum. -at byggja netverk millum samarbeiðspartar og -projektir millum skúlarnar. -sínámillum orðaskifti millum skúla og ráðharrastovur. -og at geva møguleika fyri einum socialum umhvørvi til limirnir til altjóða samarbeiði. SIEC-International er ein heimsumfatandi felagsskapur. Tó kann sigast, at tað eru 3 høvuðsíblásarir: tann norðurlendski, tann amerikanski og tann europeiski (angelsaksiski). Sambandið í teirri norðurlendsku deildini er bæði stórt og sterkt. Ein árlig ráðstevna fer fram á skift í teimum norðurlendsku londunum. Eisini kann nevnast, at formaðurin í SIEC-International er norðmaður og næstformaðurin og formaðurin í Pedagogical Committee eru danir. Hesir báðir danir, Ole Riis-Pedersen og Leif Haar, luttaka eisini undir stovnandi aðalfundinum hjá SIEC-Føroyar. SIEC-Danmark hevur boðið sær fram til at eggja føroyingum at stovna SIEC-Føroyar. Hetta gera teir m.a. fíggjarliga við at geva okkum eina stovningarhjálp uppá kr. 10.000,-. (Verður tað møguligt, vildi eg mett, at vit rinda hesa hjálp aftur). Eisini stuðlaðu teir okkum viða t bjóða einum føroyingi við til ta norðurlendsku ráðstevnuna, ið var í Noregi í byrjanini av november í ár. Viðvíkjandi viðtøkunum hjá SIEC-Føroyar verður hugt eftir viðtøkunum hjá SIEC-Noregi og SIEC-Danmark, sum so aftur hava hugt eftir viðtøkunum hjá SIEC-International. Tað er mín vón, at SIEC-Føroyar kann verða ein møguleiki hjá teimum føroysku skúlunum til at taka lut í altjóða arbeiði innan skúlaverkið. Ein kann spyrja, hvønn áhuga tekniskir skúlar og studentaskúli hava í einum altjóða felagsskapi innan handilsskúlaútbúgvingar. Svarið er, at øll lond rundan um okkum hava ein skúlabygnað, har allir hesir skúlar eru í einum skúla, og tí finnur tú umboð fyri hesar skúlaskipanir eisini á øllum SIEC-fundum og -ráðstevnum. Tað er ætlanin, at SIEC-Føroyar skal verða ein upplýsingarmiðstøð, eins og SIEC-Føroyar eisini skal skipa fyri fundum, fyrilestrum og tí árligu norðurlendksu ráðstevnuni, tá tað er okkara túrur. Fyri at gerast limir í SIEC-Føroyar er eitt limagjald at gjalda. Kostnaðurin er kr. 2.500,- fyri skúlar, felagsskapir, stovnar, arbeiðsmarknaðarpartar og ministeriir, og kostnaðurin fyri ein einstakan lim er kr. 250,- árliga. Ert tú limur í SIEC-Føroyar, ert tú eisini limur í SIEC-International. Skráin á aðalfundinum verður hendan: -Inngangur, Elsa Maria Olsen, stjóri -Forudsætninger for internationalisering, Leif Haar, vicedirektør -SIEC-International og SIEC-Danmark, Ole Riis-Pedersen, viceforstander -Stovnan. Viðtøkur hjá SIEC-Føroyar, Elsa Maria Olsen, stjóri -Val av nevndarlimum -Liðugt Endað verður við víni og osti, sum ávikavist SIEC-Danmark og SIEC-Føroyar geva. Útjaðarin - natúrligur javnaðarpolitikkur BÝRÁÐSFORMAÐURIN á Tvøroyri fegnast um, at Javnaðarflokkurin er sinnaður at gera nakað við trupulleikarnar hjá útjaðaranum, sum varð meinast raktur í kjalarvørrinum frá búskaparkreppuni. TAÐ er ikki nýtt, at Javnaðarflokkurin talar fyri at menna útjaðaran. Grundleggjandi í javnaðarhugsjónini er at virka fyri at skapa øllum landsins íbúgvum somu kor og liviumstøður - líka mikið, hvar tey búgva. TÍ hevur Javnaðarflokkurin altíð stuðlað virkisætlanum kring landið, um útlit vóru fyri lønandi rakstri. Seinastu árini er flokkurin tí eisini skuldsettur fyri at hava lagt flakavirki á hvørjum tanga, tí nú gongur rákið ímóti at hava so fá virki sum gjørligt. Hugtakið >>bygdamenning<< er vorðið skemdarorð. MEN nú er tvingandi neyðugt at menna útjaðaran. Hetta hevur leiðsla Javnaðarfloksins ásannað, og landsstevnan herfyri tók dyggiliga undir við, at neyðugt er við eini miðvísari ætlan at menna útjaðaran, so alt virksemið - og alt fólkið - ikki endar á nøkrum fáum stórplássum. MEN neyðugt er við eini miðvísari ætlan, og neyðugt er, at politisku flokkarnir virka saman. Tað er heilt givið, at menningarætlan fyri útjaðaran kemur at kosta, tí neyðugt er ikki bara við vinnuligum virksemi, men sanniliga eisini við betri tænastuveitingum. EITT er at leggja almennar stovnar út. Eitt annað er at stovna ein nýggjan menningargrunn, sum bara lænir til útjaðaran. Eitt triða er at skipa so fyri, at útjaðarin fær somu farma- og flutningsprísir og flutningsmøguleikar sum meginøkið hevur. MEN í løtuni darvar kommunuskuldin fleiri bygdir og býir so mikið, at har býðst ikki bøtur, um serlig tiltøk ikki verða sett í verk. Samstundis sum fólkatalið alsamt minkar í fleiri bygdum og býum, letst landsstýrið ikki um vón. VIT menna ikki føroyska samfelagið, um vit ikki eisini menna útjaðaran. Útoyggjarnar og útjaðarin er sereyðkenni fyri Føroyar. Har liva tey enn eitt >>føroyskt lív<< og har trívist føroysk mentan. Haðani er meginparturin av fiskinum komin - ja, alt útflutningsvirðið - og tí má og skal útjaðarin mennast aftur. Kirkjuráðið skipað Tórshavnar Eystara Kirkjuráð, ið tekur við 1. sunnudag í advent, hevur skipað seg soleiðis: 1. Per Jacobsen, deildarleiðari, formaður 2. Petur Jacob Sigvardsen, deildarleiðari, næstformaður 3. Jensa Heinesen, laborantur, kassameistari 4. Egon L. Hansen, skúlaráðgevi, skrivari 5. Elsa Fonsdal, húsmóðir, kirkjuverji 6. Randi Petersen, yvirfysioterapeutur 7. Bente Kjær, køksleiðari 8. Jákup Símun Simonsen, bankamaður 9. Birgit Bærent, lærari 10. Petur Even Djurhuus, advokatur 11. Christian Martin Christiansen, umsjónarmaður 12. Mourits Mouritsen, bussførari Tiltøk Stuðlið Sjómanskirkjuni Fyrsti sunnudagur í advent er ein deiligur dagur. Børnini fegnast um fyrsta ljósið í kransinum, ljósið ber boð um at nú eru jól. Hendan dagin gera føroyingar tað eisini møguligt hjá Føroysku Sjómanskirkjuni at arbeiða millum føroyskt sjófólk úti í heimi. Talvan gongur í øllum kirkjum í landinum til frama fyri hetta arbeiðið. Vit takka uppá forhond fyri stuðulin. Hin Føroyska Sjómanskirkjan KFUK og KFM, Tórshavn Sunnukvøldið kl. 20: Adventsveitsla í KFUK. Inngangur v/ Sverra Steinhólm, presti. Upplestur v/ Hera Tróndheim, lærara. Kristiliga Sangkórið luttekur. Mánadagin kl. 15 í KFUK: Samkoma teirra eldru v/ Jákup Reinert Hansen, presti. Hugleiðingar um próst Jákup Dahl. 4. grein (gl. KFUK-skótar) møta í KFUK mánakvøldið kl. 19.30. Rhema, Tórshavn Sunnudagin kl. 17: Sunnudagsskúli og møti. Øll eru vælkomin. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 19: Møti. Frelsunarherurin, Tórshavn Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti. Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bøn. Sunnukvøldið kl. 18: Møti. Mánadagin kl. 17: Smáskótar. Mánakvøldið kl. 19: Skótar. Týsdagin kl. 17: Club 7 up. Mikudagin kl. 15: Bøn. Mikukvøldið kl. 20: Bíbliutími. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønarmøti. Mikukvøld kl. 20: Upp-byggingarmøti. Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti. Lívsins Orð Barnamøti verður í dag kl. 17. Møti verður sunnud. kl. 17. Keldan í Skálafirði Í kvøld kl. 21 opið hús v/ Paula Høj. Sunnukvøldið kl. 17 møti v/ Jónsvein, Terja og Osbjørn. Sunnudagin kl. 17: Barnamøti. Thabor, Fuglafirði Felagssunnudagsskúli við adventshugna fyri Kambsdal og Fuglafjørð verður sunnudagin kl. 15.00. Drekkamunnur. Barnakór syngur. Børn og vaksin øll vælkomin. Haldórsvík Í kvøld kl. 20 verður møti við Skopunar Streingjakóri. Í morgin, sunnudagin, verður familjumøti kl. 15, og møti verður í kirkjuni kl. 19. Regin Høgnesen talar og Magni Christiansen syngur. Edelborg Petersen endar. Innsavnan til Heimamissiónina. Hvalvíkar Missiónshús Sunnudagin kl. 14.30: Sunnudagsskúli. Mánakvøldið kl. 20: Ungdómsmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Viðareiði Ungdómurin kemur saman í Missiónshúsinum í kvøld kl. 20.30. Jóhan Hendriksen talar. Drekkamuður verður at fáa. Øll eru vælkomin! Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Einki møti verður sunnukvøldið vegna missiónsviku í Porkeri. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Felagið Pinkubarnadeyði hevur opið hús annan leyg-ardag í hvørjum mánaði frá kl. 14.00. Vit hittast í Jákupsstovu, J. Paturssonar-gøtu 24, Tórshavn. Nærri fæst at vita á tlf. 17940, 43363 ella 17261 Felagið Tórshavn Sunnudagin 30. nov. verður gongutúrur út á Grótbrotið á Glyvursnesi. Farið verður frá >>Albert Hall<< á Argjum kl. 14. Havið góð og heit gonguklæði og ein kaffimunn við. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir Leygardagin kl. 17 og 22.30 Sunnudagin kl. 11 og Kl. 20-21.30 AA-evnisfundur í Tórsgøtu 5. Mánakvøldið kl. 20 í Tórsgøtu 5. Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Kaffistovan er opin frá kl. 14-19 hvønn dag uttan leygardag. Mánadag kl. 17- 19 er Dagur og Vika o.a. Týsdag kl. 17.30 er døgurði. Føroysk bløð liggja frammi. Døgurðamatur, fløgur, bond, bøkur og ullvørur eru m.a. at fáa á kaffistovuni. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29 Føðingar 14. nov. Mai-Britt Vinther og André Johannessen, Vági, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3700 gr. 18. nov. fingu Betta Petersen og Arnold Joensen, Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3700 gr. 18. nov. fingu Ann-Margit og Jákup Joensen, Sandavági ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3700 gr. 19. nov. fingu Josefina og Alexius Midjord, Hovi, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3300 gr. 20. nov. fingu Nanna Kallsberg og Agnar Joensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4200 gr. 22. nov. fingu Sigga Eliasen og Thorvald Thomsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 2850 gr. 23. nov. fingu Bjøgfríð Ludvig og Michael Thomsen, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4660. 23. nov. fingu Árna Debes og Mikkjal Helmsdal, Mariehamn á Álandi, eina dóttir. Hon var 49,5 cm long og vigaði 3375 gr. 24. nov. fingu Joan og Wilhelm Petersen, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3600 gr. 24. nov. fingu Bergitta Thomsen, Skopun, og Allin Simonsen, Sandi, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3590 gr. 24. nov. fingu Anita og Poul S. Dam, Leirvík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4000 gr. 24. nov. fingu Ragnfrí Johannesen og Súni Danielsen, Argjum, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3660 gr. 24. nov. fingu Katarina Jespersen og Georg L. Petersen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3700 gr. 24. nov. fingu Anita Joensen og Klæmint Jacobsen, Skálavík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3500 gr. 24. nov. fingu Johannes og Kristina Ejdesgaard, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 4000 gr. 25. nov. fingu Rúna Hansen, Tórshavn, og Dánjal Pauli Lisberg, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4000 gr. 25. nov. fingu Julianna Holm Jacobsen og Alvi Nielsen, Hoyvík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3700 gr. 25. nov. fingu Ingunn og Per Danielsen, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4900 gr. 26. nov. fingu Leila H. Petersen og Jóhann Hansen, Kambsdali, ei son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3300 gr. 27. nov. fingu Harriet og John Anthoniussen, Húsavík, eina dóttur. Hon var 58 cm long og vigaði 5500 gr. 27 nov. fingu Annika og Ólavur Jacobsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3650 gr. 27. nov. fingu Karin og Viljorm Heinesen, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3650 gr. Týsdagur 2. desember 1997 Stórur tørvur á ansingarplássum í Klaksvík Almennur fundur verður á Tekniska Skúla leygardagin Barnaansing er í dag ein kommunal uppgáva, sum kostar nógv á fíggjarætlanini hjá kommununum. Hvørt pláss kostar oman fyri 1.000 kr. um mánaðin, og tí royna kommunurnar sjálvsagt at halda plássini á einum minstamarki. Í løtuni er býti millum land og kommunu, at landið rindar 50% av byggiútreiðslunum og 40% av rakstrarútreiðslunum, meðan kommunurnar rinda ávikavist 50% og 30%. Landsstýrismaðurin í almannamálum, Kristian Magnussen, hevur skotið upp at broyta skipanina, soleiðis at land og kommuna framyvir hvør skulu lata 35% av rakstrarútreiðslunum, meðan foreldrini framvegis skulu gjalda 30%, eins og tey gera í dag. Um uppskotið verður samtykt í løgtinginum, fer barnaansingin framyvir at kosta kommununum enn meira, og harvi minkar møguleikin fyri, at kommunurnar økja talið á ansingarplássum í bræði. Bíðilistin í Klaksvík longri enn í Havn Seinastu mánaðirnar hevur nógv verið tosað og skrivað um landa bíðilistan til barnaansing í Tórshavnar kommunu. Í síðstu viku varð nevnt í útvarpinum, at sløk 400 børn í løtuni bíða eftir plássi í Havn. Tórshavnar býráð er farið at tosa um alternativar møguleikar til ansing, og hevur sett meira pening av á fíggjarætlanini fyri 1998, fyri at bøta um støðuna. Sjálvt um ikki hevur verið líka nógv skrivað um trupulleikan aðrastaðni, er tað ein sannroynd, at støðan er líka ring ella verri aðrastaðni í Føroyum. Í Klaksvík eru 160 kommunal ansingarpláss í dag, men hetta er alt ov lítið til at nøkta tørvin á plássum. Seinastu tølini vísa, at tørvur er í minsta lagi á líka nógvum plássum aftrat. Bíðilistin til barnaansing í Klaksvík er longdur nógv seinasta árið. Ikki síðani endn á 1980-árunum hevur bíðilistin verið so langur. Hjá kommunalu dagrøktarskipanini standa eini 40 børn á bíðilista, og í barnagarðinum er talið nógv hægri, uml. 140 børn. Nøkur børn standa á báðum bíðilistunum, men tað eru eisini nógv børn, sum ikki eru skrivað upp, tí foreldrii vita, at onki pláss er fyri teimum. Samlaða tørvsmetingin er eini 160 pláss, t.v.s. 100% aftrat teimum plássum, sum eru í dag. Fólkatalið í Tórshavnar kommunu er umleið 3,5 ferðir størri enn í Klaksvík, so um vit falda bíðilistan í Klaksvík við 3,5, hevði talan verið um 550 manglandi pláss, um býirnir vóru líka stórir, also nógv longri bíðilisti enn í Havn. Knappligi vøksturin á bíðilistanum hevur skapt trupulleikar fyri Klaksvíkar kommunu, sum ikki er før fyri at skula stovna so nógv nýggj pláss uppá so stutta tíð. Onkrar leysar ætlaninir eru frammi í løtuni, men einki ítøkiligt sær út til at verða gjørt fyri at loysa trupulleikan skjótt. Ikki bara børnini svíða Meðan bíðilistin bara veksur, verða børnini ansað aðrastaðni enn í tí kommunalu skipanini, m.a. hjá >>svørtum<< dagrøktarmammum, hjá ommum og abbum, av arbeiðsgentum ella aðra staðni. Foreldrini royna at klára seg sum frægast, meðan tey bíða og vóna at fáa eitt pláss innan alt ov langa tíð, men í nógvum førum er hetta ein hørð tíð bæði fíggjarliga og sálarliga. Nógvir sjúkradagar og ring samvitska slítur bæði familjuna og viðurskiftini til arbeiðsplássið og starvsfelagarnar, sum noyðast at taka eyka arbeiði. Í fleiri førum er støðan so álvarslig, at fólk hava noyðst at sagt arbeiði frá sær, tí eingin er at passa børnini, meðan foreldrini eru til arbeiðis. Tað eru eisini fleiri mammur, sum vóru arbeiðsleysar, áðrenn tær áttu, sum ikki seta seg førar fyri at leita sæ eftir arbeiði eftir lokið barnsburðarfarloyvi, tí tær fáa ikki børnini ansað. Hesar kunnu koma í klemmu í arbeiðsloysisskipanini, sum krevur, at tær skulu vera til taks, fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul útgoldnan. Foreldrini noyðast at gera vart við seg Um foreldrini í Klaksvík, sum hava børn á bíðilista til eitt ansingarpláss, ikki av álvara gera vart við seg, so fara onnur mál at verða loyst fyrst, og so verður als eingin peningur eftir til nýggjan barnagarð, vøggustovu ella fleiri dagrøktarmammur. Besti mátin at fáa politisku myndugeikarnar áhugaðar i málinum er við at vísa á, hvussu nógv fólk hesin trupulleiki rakar. Við børnu, forreldrum, ommum og abbum, arbeiðsgevarum og starvsfelagum munnu minst 600 klaksvíkingar kenna trupulleikan væl. Hetta er ein stórur bólkur av borgarum, sum skuldu kunna gjørt vart við seg, um tey gjørdu eina roynd at tosa við politikararnar. Nøkur foreldur fara nú at gera eina roynd av savna øll hesi fólk, fyri at fáa gongd á málið, og fyrsta tiltakið verður í vikuskiftinum komandi. Fundur fyri foreldur og børn Fyri at fáa eina hóming av, hvussu stórur tørvurin veruliga er, og uppskot til, hvussu tað átrokandi plásstrotið frægast kann loysast, verður skipað fyri fundi í Tekniska Skúla við Borðoyarvík leygardagin 6. des. kl. 15.00. Á fundinum er fyrst og fremst ætlanin, at foreldrini skulu fáa høvi til at greiða politikarunum frá teirra støðu, og geva hvørjum øðrum góð ráð um, hvussu ein kann klára seg, til pláss er í kommunalu skipanini. Aftaná fara umborð fyri sosialu nevnd, dagrøktina og barnagarðin at kunna um framtíðarætlanir hjá kommununi á barnaansingarøkinum. Øll, sum eru áhugað í málinum, eru vælkomin við á fundin. Hann er lagdur leygardag seinnapart. so børnini kunu koma við at gera vart við seg, og samstundis fáa ein hugnaligan dag saman við øðrum børnum og vaksnum. Áðrenn fundurin byrjar og í steðginum fáa børnini saft og okkurt gott afturvið, meðan foreldrini fáa kaffi og te. Meðan fundurin er, sleppa størru børnini at spæla í einum høli við síðuna av fundarhølinum, har nakrar grentur úr 9. og 10. flokki fara at anda eftir teimum. Tvørligari at fá minstavinning Uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum miðar í móti, at tað skal verða torførari at koma undir reglurnar um minstavinning hjá útróðrarmonnum, enn tað higartil hevur verið. Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna sigur, at nú er gáttin so høg, at ilt er at sleppa innum Verður tað, sum John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ætlar, gerst tað torførari at verða útróðrarmaður í Føroyum. >>Vit kunnu ikki góðtaka, at lógin verður gjørd soleiðis, at helvtin av okkara limum verða útihýstir frá møguleikanum at fáa minstavinning,<< sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen. Fyrr hevur tað verið soleiðis, at fyri at koma undir regluna um minstavinning, skal ein bátur hava verið á útróðri 10 ferðir seinastu 90 dagarnar og hava avreitt í minsta lagi 15 kg. fyri hvønn mannin. Eftir nýggja uppskotinum hjá John Petersen, verður reglan tann, at báturin skal hava avreitt fyri í minsta lagi 10.000 krónur fyri hvønn mannin um mánaðan, roknað út eftir undanfarnu seks mánaðunum. Soleiðis at skilja, at skal minstivinningur gjaldast út fyri december mánaða, verður hugt at, hvat vunnið er frá november og seks mánaðar aftur. Nú er tað soleiðis, at óvæntaðir tvørleikar kunnu stinga seg upp. Og har er, eftir uppskotinum, møguligt at gera undantøk í hesi útrokning. Til dømis um talan er um sjúku ella maskinskaða. Men ikki, um eingin inntøka er orsakað av veðri. Tó ætlar landsstýrismaðurin, at slík undantøk bara kunnu gerast upp til tvær ferðir árliga. Eisini sigur uppskotið, at fyri hvørja vunna krónu, ein útróðrarmaður fær, skulu 50 oyru takast av minstavinninginum. Og her er talan um alt. Ikki bara inntøku av útróðri, men eisini, um maður arbeiðir sum til dømis vikarur, bilmekanikari ella taxaførari. Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, sigur, at hatta uppskotið er eingin inntøkutrygd, hóast tað verður nevnt so. Hann sigur, at Meginfelag Útróðrarmanna kann á ongan hátt góðtaka eina skipan, sum ger, at helvtin av limum felagsins ikki hava møguleika fyri vera í henni. Tí nú verður gáttin til minstavinningin so høg, sigur hann, at tað verður rættiliga torført at sleppa inn. Chris Jan Michelsen vísir á, at tá talan nú verður um krónur, maðurin skal hava fiskað fyri, heldur enn vekt, verður gjørdur mannamunur. Avreiðingarprísirnir eru ymiskir, alt eftir, hvussu nær tú ert eini uppboðssølu. Og munurin er so stórur, at tað kann henda, at ein vágamaður skal fiska eini 25 tons, áðrenn hann kann sleppa í skipanina, meðan ein toftamaður kann klára seg við 15 tonsum. Tað tykist heilt greitt, sigur Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, at ætlanin við uppskotinum er at fáa helvtina av útróðrarmonnunum út úr skipanini. Chris Jan Michelsen roknar við, at tað kann fara at verða ringt hjá onkrum at koma undir skipanina nú beinanvegin. Tí millum teir seks undanfarnu mánaðarnar eru bæði juli og august, tá menn spardu sær fiskidagar, áðrenn fiskiárið gekk út 31. august. Tá Meginfelag Útróðrarmanna hevur fingið hendur á fullfíggjaða uppskotinum, verður tað sent limafeløgunum til ummælis. Síðan verður ein umboðsnevndarfundur hildin um uppskotið. Annars sigur Chris Jan Michelsen, at limatalið hjá felagnum økist støðugt. Tað er meira enn tvífaldað síðan apríl mánaða, sigur hann. Meginfelag Útróðrarmanna umboðar nú størru helvtina av føroysku útróðrarmonnunum og eitt veiðivirði, sum liggur umleið 80 milliónir krónur, sigur Chris Jan Michelsen. Hann sigur, at til dømis eru feløgini í Norðuroyggjum, Eysturoynni og Sandoynni limir í Meginfelag Útróðrarmanna. Hóast roynt hevur verið í fleiri dagar at fáa orð á John Petersen, landsstýrismann, hevur tað ikki borið til. Tað er lív eftir Frændur - Eftir Svart Gull fløguna hjá Frændur, vildi eg vísa, at eg framvegis havi nakað nýtt at bjóða, sigur Eyðun Nolsøe, sum fyri fyrstu ferð hevur slitið seg leysan frá sínum frændum Nú stendur Eyðun Nolsøe á egnum beinum. Klaksvíkingurin hevur langt síðani víst, at hann hevur serstakar dygdir sum sangari, tónleikari og komponistur, men tá talan hevur verið um útgávur, hevur hann hildið saman við sínum Frændum. Fimm eru fløgurnar við Frændum vorðnar til, men leygardagin gav Eyðun Nolsøe út sína fyrstu solofløgu, og heitið kundi ikki verið meiri einfalt og beinrakið, Solo. - Eg havi droymt um hesa útgávuna í eini tvey ella trý ár, men tað hevur gingið illa at fáa alt at passa saman, so fløgan kundi gerast. Fyri tað fyrsta skuldu allir tónleikararnir hava tíð til at koma í upptøkuhølini í senn, og tað hevur ikki verið lætt, greiður Eyðun Nolsøe frá. - Eftir Svart Gull fløguna hjá Frændur, sum kom fyrr í ár, vildi eg vísa, at eg hevði nakað nýtt at bjóða, og ikki bara nú skuldi geva uppsamlingar út. Hugskotið við Svart Gull var útmerkað, men tað gav mær hug - meiri enn áður - at geva eina fløgu út sjálvur. Líkist sær sjálvum Í summar fóru teir fimm í Eyðun Nolsøe Band undir upptøkurnar til fløguna hjá Eyðuni. Tikið varð upp í Føroyum, og tá allir fimm eftir summarfrítíðina fóru aftur til Danmarkar, har teir eru búsitandi, hildu teir fram við upptøkunum har. Fløgan er síðani ljóðblandað av tí roynda og virda Freddie Albrechtsen í Sun Studio. - Skal eg royna at bólka tónleikin á fløguni, vildi eg kalla hann popputan beattónleik. Fólk, sum hava hoyrt fløguna, siga, at tey kenna meg aftur, og tað passar mær væl, sigur Eyðun Nolsøe. - Eg royni á ongan hátt at fjala tað sum eg havi gjørt, og eg renni hvørki undan mínum stíli ella mínari fortíð í Frændum. Á nýggju fløguni havi eg ikki roynt at flyta meg frá nøkrum, sum eg havi gjørt ella til nakað nýtt. Eg havi gjørt tað rættiliga natúrligt, sum eg altíð havi gjørt, og tí er tað kanska ikki so løgið, at fólk kenna meg aftur. - Eg havi ein stíl, sum fólk ivaleyst kenna, og hann vil eg fegin halda fast um. Tað kemur so nógv út av tónleiki, at tað er gott at hava sín egna identitet ímillum alt tað. Og tað er heldur ikki so løgið, at fólk kenna meg aftur á nýggju fløguni, tí hóast tónleikur broytist við tíðini, er tað allatíðina tann sama keldan, eg brúki, tá eg skrivi tónleik. Fyri fyrstu ferð á enskum Á nýggju fløguni, sum nú fæst til keyps kring landið, eru 12 løg, 10 føroysk og tvey ensk. Eyðun Nolsøe hevur gjørt øll løgini, ein tekst hevur Steintór Rasmussen skrivað, og ein tekst hevur Eyðun gjørt saman við Steintór Rasmussen og Jógvan Andrias Joensen. Hví ert tú farin at syngja á enskum? - Í Frændum hava vit altíð sungið á føroyskum, tað hevur allatíðina verið okkara vørumerki, og eg haldi eisini fast um tað føroyska á mínari fløgu. Men eg hevði hug at royna meg á enskum eisini, og tá eg hevði sangirnar liggjandi, royndi eg fyri fyrstu ferð at syngja á enskum á eini fløgu. - Orsøkin til, at eg tveir enskir sangir eru við á fløguni, er tí eg helt tað verða eitt fínt hugskot, og ikki tí eg ætli mær at gerast heimskendur. Hendan fløgan er gjørd til føroyska marknaðin, og dentur er eisini lagdur á føroyskar tekstir. Tað ger tað ikki verri, at eg nú havi tvey løg at vísa fram, skuldi okkurt stungið seg upp í útlondum. Ikki eitt farvæl til Frændur Frændur gav fyrr í ár eina uppsamling av teirra útgávum, har teir tóku saman um teirra ískoytið til føroyskan tónleik seinastu 10 árini, og nú stutta tíð aftaná er Eyðun Nolsøe klárur við eini solofløgu. Er hendan fløgan eitt endaligt farvæl til Frændur? - Nei, tað er hon ikki. Hetta er eitt stig í menningini hjá mær sum tónleikari, at gera nakað einsamallur. Eg havi ikki kvett við Frændur, hóast tað er eitt sindur óvist hvat fer at henda har. Men skuldi høvi býðst til enn eina útgávu saman við Rana og Steintór, so verður tað ikki eg, sum verði forðingin. Men hvussu er tað at standa fyri eini fløgu einsamallur, tá tú áður altíð hevur arbeitt saman við øðrum komponistum? - Tað er sjálvandi ein broyting. Á útgávunum hjá Frændum hava vit verið tríggir, sum hava skrivað tónleikin, og tí hevur hann verið rættiliga fjølbroyttur. Tað er sjálvandi ein styrki við tí, men tá tú skrivar allan tónleikin til eina fløgu sjálvur, er tað lættari at fáa ein reyðan tráð at ganga ígjøgnum. - Hendan fløgan er ein solofløga sammett við Frændur, men tað er framvegis ein bólkur, sum gevur hana út, tí allir limirnir í bólkinum hava sett síni fingramerki á tónleikin. - Sjálvt um eg ikki havi roynt at flutt meg burtur frá tí, sum eg áður havi gjørt, havi eg roynt at gera tónleikin so nýggjan og originalan sum gjørligt, og um tað hevur eydnast, mugu fólk sjálvi meta um. Eingir politiskir tekstir Hvat syngur tú um? - Kærleikin er rættiliga gjøgnumgangandi sum evni á fløguni, og tað er ikki av ongum, tí mær dámar væl at yrkja um kærleika. Kærleikin rúmar so nógvum, og hann viðkemur øllum. Tað eru nógv aspekt í kærleikanum, og eg syngi eisini um sjalusi, eymleika, og okkurt er eitt sindur hálovandi. Hvussu við teimum politisku tekstunum, sum vit kenna frá Frændum? - Tað eru eingir politiskir tekstir við á hesi fløguni. Eg havi ikki havt hug til at yrkja moraliserandi ella við hugburði, og seta lurtaran í eina støðu, har hann skal gera av, um hann er samdur ella ósamdur við mær. Eg havi yrkt meiri frítt, og havi lagt meg eftir at fáa orð og tónleik at smelta saman, og harvið skapa stemningar, sum eg vóni lurtararnir fáa nakað burtur úr at hoyra. - Tað liggur eisini ein útviklingur í tekstunum, tí teir eru rættiliga persónligir, og snúgva seg um nakað, sum eg haldi meg hava verið ígjøgnum, og sum fólk flest eisini munnu kenna aftur. Tað er aftur hetta við menningin av tær sjálvum, tú upplivir nógv, lærir av hendingum, og tú gerst klókari. Hjá mær liggja so nakrir sangir eftir og vísa á nakað, sum eg havi verið ígjøgnum - Tónleikur snýr seg um at skapa stemningar, og tað hava vit eisini arbeitt miðvíst við á nýggju fløguni, bæði við vali av ljóðførum, klangum, orðum og tónleiki. Vit kenna jú øll til, at tónleikurin kann ávirka okkum, at vit blíva glað ella kedd av at hoyra onkran tónleik, og eg vóni, at hendan fløgan kann geva fólki eitt upplivilsi í so máta. Teir fimm gjørdu alt sjálvir Núverandi manningin í Eyðun Nolsøe Band, sum umfamt Eyðun sjálvan er Rógvi á Rógvu, Leivur Thomsen, Jón McBirnie og Magnus Johannesen, hevur spælt saman í meiri enn eitt ár, og teir ætla at halda fram at spæla. - Tað hevur týdning, at bólkurin ljóðar samanspældur á eini fløgu, og skal hann gera tað, mást tú hava spælt saman í eitt longri tíðarskeið. Tað hava vit gjørt, og tað vóni eg eisini hoyrist aftur á fløguni, sigur Eyðun Nolsøe. - Tað hevur verið rættiliga tilætlað, at vit fimm í bólkinum hava gjørt alt á fløguni. Vit hava ikki havt aðrar tónleikarar ella sangar við, og sjálvt um tað ivaleyst hevði verið hóskandi, hava vit valt at gera alt sjálvir. Tað vil siga, at Eyðun Nolsøe eigur allar røddirnar á fløguni, hann syngur bæði solo og kór. - Vit hugsaðu um at fáa aðrar sangarar at syngja kór, men tað endaði við, at vit fimm gjørdu allar upptøkurnar sjálvir. Tað er eingin sum sigur, at tað nú er tað besta, men tað var tað, sum vit valdu at gera. Eyðun Nolsøe ætlar sær at spæla í Føroyum á jólum. Í løtuni er ætlanin at spæla í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn 20. desember, í Runavík 2. jólakvøld, og kvøldið eftir í Klaksvík. Eisini er ætlanin at gera ein túr til Suðuroyar at spæla um sama mundi. Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo. Bara smærri snuddir Vørubilur við níggju fólkum í fór runt sunnumorgunin sunnan fyri Hósvík Tað var um fimm tíðina sunnumorgunin. Tey høvdu verið til konsert á Kamsdali og skuldi aftur til Havnar. Níggju fólk í einum vørubili. Tað var kavi og ógvuliga hált, og tá tey vóru komin nakað suður um Hósvík, fór bilurin knappliga runt og endaði á takinum. Bilurin lá út móti autoverjuni. Tað var ógvuliga heppið, at autoverjan helt, tí vegurin er hækkaður nógv, men ikki autoverjan, so hon stigur nú bara eitt lítið petti um um vegin. Tað var eisini heppið, at tey ikki vóru komin eitt sindur longur suður, tí har er høgt niðurfyri. Onkur av teimum í bilinum ringdi beinanvegin 1148 til politiið, sum kom norður. Nøkur vórðu flutt suður á skaðastovuna í politibilinum, men onnur fóru við privatbilum, ið komu fyrst á staðið. Onkur fekk minni snudd, og onkur eymkaði seg um pínu. Tey fóru øll á skaðastovuna, men eingin hevði fingið nakran skaða av týdningi. Eina pentu og tvær fingu nøkur, og øll sluppu heim aftur. Her var ikki talan um rúsdrekkakoyring. Tað var bara so hált. Fleiri onnur hálkuóhapp vóru um vikuskiftið. M.a. fór ein bilur út av við rundkoyringina í Kollafirði, og ein fór út av vegnum millum Sund og Kaldbaksbotn. Hesin bilførarin skuldi við flogfarinum og var so heppin, at bussurin hjá flogrutuni tók hann uppí, so hann slapp avstað, sigur politiið. Partafelag fortreyt fyri haldgóðari menning Á telefonverkinum hava tey í eina tíð viðgjørt broytt umstøðurnar, nú liberalisering og tøknifrøðilig menning hevur gjørt so nógv um seg á teleøkinum. Tí var ein bólkur settur at gera eina frágreiðing til Føroya Landsstýri um, hvussu TFL eigur at verða skipað í framtíðini. Í arbeiðsbólkinum hava sitið: Andras Róin, telefonverksstjóri, vegna leiðsluna á TFL, Una Joensen, vegna leiðsluna á TFL, Janus Djurhuus, felagsálitismaður, vegna starvsfólk á TFL, Jógvan Thomsen, varaálitismaður, vegna starvsfólk á TFL, Jákup Danielsen, formaður í Starvsmannafelagnum og Súni Schwartz Jacobsen, statsaut. revisor, KPMG. Arebiðsbólkurin hevur viðgjørt ymsar bygnaðarmøguleikar, eitt nú núverandi bygnað, ein >>nýmótans<< almennan stovn, almennan stovn við egnari nevnd, vinnurekandi grunn og partafelag. Bólkurin sigur í niðurstøðuni, at nýggja fjarskiftislógin gevur møguelikar fyri liberaliseringum og harvið øktari kapping mótvegis TFL. Rákið á fjarskiftisøkinum er ógvusligt, og bæði TFL og føroyska samfelagið kunnu skjótt gerast eftirbátar, um ikki rætt verður borið at. Fyri at standa seg í framtíðar fjarskiftisumhørvinum er tað tí alneyðugt, at TFL fær teir neyðugu karmarnar at virka undir, soleiðis at m. a. avgerðir kunnu takast við tí skjótleika og frælsi, sum er neyðugt. Arbeiðsbólkurin hevur viðgjørt fortreytirnar fyri einum kappingarførum TFL. Herundir eru viðgjørdir ymiskir bygnaðarmøguleikar fyri at lýsa leiðsluviðurskifti og avgerðarfrælsi. Til tess at kunna veita viðskiftafólkunum tær tænastur, sum hoyra til í einum nýmótans samfelag, at kunna tryggja eitt nøktandi fjarskiftiskervi um allar Føroyar og at kunna leggja lunnar undir eitt neyvari samstarv við aðrar fyritøkur á fjarskiftisøkinum, er alneyðugt at fylgja rákinum í øðrum londum og at virka fyri, at eisini TFL verður umskipað til partafelag skjótast gjørligt. Arbeiðsbólkurin er samdur um, at starvsfólkaviðurskiftini undir ongum umstøðum eiga at versna, eftir at TFL er umskipað til eitt partafelag. Bólkurin heldur, at ein umskipan til partafelag ikki er ein trupul uppgáva, hóast arbeiðs- og tíðarkrevjandi. Arbeiðsbólkurin metir tað vera eina fortreyt fyri haldgóðari menning av fjarskiftisøkinum í Føroyum, at telefonverkið er eitt virkandi partafelag longu 1. januar 1998, og fyri at hetta skal eydnast krevst, at politiskt loyvi verður givið til ein umskipan, og heitir arbeiðsbólkurin á Føroya Landsstýri um at eftirlíka hesum. Málið er nú lagt fyri tingið til viðgerðar. Telefonverkið skal gerast partafelag Høvuðsendamálið við umleggingini er, at greiður skilnaður verður millum politisku ábyrgdina og dagligu leiðsluábyrgdina Andras Róin, stjóri á Telefonverkinum Gongst soleiðis sum landsstýrismaðurin við samskiftismálum vil, so verður Telefonverk Føroyar Løgtings innan stutta tíð ikki longur ein almennur stovnur undir Løgtinginum, men eitt partafelag. Í síðstu viku legði Sámal Petur í Grund fyri tingið uppskot um løgtingslóg um umlegging av Telefonverki Føroya Løgtings til partafelag. Í viðmerkingum sigur landsstýrismaðurin, at nýggja fjarskiftislógin, sum kom í gildi 1. juli í ár m. a. hevði til endamáls at skapa fortreytir fyri frælsari kapping á fjarskiftisøkinum. Ein arbeiðsbólkur við umboðum frá Landsstýrinum, telefonverkinum og yrkisfeløgum varð settur at gera frágreiðing til Føroya Landsstýri um, hvussu telefonverkið átti at verið skipað í framtíðini. Hesin bólkur er komin fram til ta niðurstøðu, at Telefonverk Føroya Løgtings sum skjótast verður umskipað til eitt alment partafelag. Høvuðsendamálið við umleggingini er, at greiður skilnaður verður millum politisku ábyrgdina og dagligu leiðsluábyrgdina. Mett verður eisini, at rakstur í partafelag fer at økja smidleikan og avgerðarfrælsi soleiðis, at betri møguleikar verða fyri tillaging til økta kapping og skiftandi umstøður, heldur arbeiðsbólkurin. Aðrir møguleikar enn stovnan av partafelag hevur arbeiðsbólkurin eisini umhugsað, eitt nú sjálvsognarstovn, vinnurekandi grunn og almennan stovn uttan fyri fíggjarætlanina - men heldur bólkurin, at frægasta loysnin er at skipa telefonverkið sum alment partafelag. Stovnast 1. januar 1998 Høvuðsinnihaldið í lógini er, at Telefonverk Føroya Løgtings verður umskipað frá einum almennum stovni til eitt partafelag, sum landið eigur allan partapeningin í. Hetta verður gjørt á tann hátt, at partafelagið tekur yvir alla ogn og skuld hjá TFL. Partafelagið verður stovnað við tí teir nevna >>apportinnskoti<<. Um slíka stovnan av partafelag eru greiðar reglur í partafelagslógini, sum serliga tryggja ognarum og øðrum uttanfyristandandi, at teir kunnu líta á fíggjarligu upplýsingarnar í stovningartilfarinum. Tí er krav um, at byrjunarfíggjarstøða sýnir veruligu virðini, og at gjørd verður ein metingarfrágreiðing. Stovningardagurin er 1. januar 1998 og fellur sostatt saman við endanum av roknskaparárinum hjá Telefonverkinum, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið. 75% av eginognini verður partapeningur Fíggjarstøðan í roknskapinum, saman við byrunnar fíggjarstøðuni og metingarfrágreiðingini, verða sostatt grundarlagið undir, hvussu stór eginogn felagsins er við stovnan. Skotið verður upp, at 75% av eginognini verður partapeningur, meðan restin verður frí eginogn - hetta svarar til ein partapening upp á umleið 75 mió krónur. Lógaruppskotið fevnir bert um tríggjar ásetingar, sum partafelagslógin annars fyriskipar, nevniliga - navn - endamál - partapening. Restina tekur aðalfundurin avgerð um, herundir samtykt av viðtøkum og broytingar av teimum. Tá lógin hevur ásett navn, endamál og reglur um, at partapeningurin ikki kann seljast, skulu viðtøkurnar gerast í neyvum samsvari við hetta, og kann aðalfundurin ikki broyta ásetingarnar í viðtøkunum um hesi viðurskifti. 2 mió í loyvisgjaldi Sambært uppskotinum ber lógaruppskotið ongan eyka fyrisitingarligan kostnað við sær.Iinntøkur landskassan eftir umskipanina til alment partafelag fara at stava frá - loyvisgjaldi - partafelagsxskatti - vinningsbýti Sambært lógini um fjarskifti kann landið áleggja loyvishavarum at gjalda loyvisgjald, sum er árligt gjald fyri rættin til at reka fjarskifti. Loyvisgjaldi verður sambært uppskoti til fíggjarløgtingslóg fyri 1998 tvær mió krónur árliga. Umskipanin hevur við sær, at felagið kemur undir vanligan partafelagsskatt, sum í dag er 27% av skattskyldugu inntøkuni. Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at ilt er at meta um, hvussu stórar skattainntøkurnar verða hvørt árið, tí tær eru beinleiðis tengdar at rakstrarligu gongdini, íløgunum og skattligum avskrivingum. Av tí at allur partapeningurin sambært uppskotinum er ogn landskassans, fellur møguligt vinningsbýti til landskassan. Sum er ábyrgist landskassin fyri øllum skyldum telefonverksins, meðan tað verur partafelagið sjálvt, sum ábyrgist fyri sína skuld eftir umleggingina. Hetta hevur sum meginreglu við sær, at landskassin ikki hevur nakrar útreiðslur av, at Telefonverk Føroya Løgtings verður umskipað til partafelag. Men landskassin hevur frammanundan borgað fyri lánum telefonverksins mótvegis Nordisk Investeringsbank. Slík borgan kann hava við sær, at landskassin kann verða kravdur sum borgsmaður, um tað verður neyðugt við framhaldandi borgan eftir umleggingina, men tað verður tó ikki ronkað við, at so verður. Eftir meting leiðslunnar í TFL av gongdini komandi árini, skuldi eingin vandi verið fyri, at borgsskyldan verður effektiv. Fram á odda hjá monnum Flogbóltur: Fram vann tætta toppdystin í meistaradeildini hjá monnum, sum var móti Mjølni Vikuskiftið var sera spennandi í flogbóltinum, tí bæði hjá monnum og kvinnum vóru toppdystir á skránni. Mjølnir var við í báðum dystunum, hjá monnum móti Fram og hjá kvinnum móti TB. Dysturin í Eysturskúlanum sunnudagin gjørdist ein fimmsettari, og tað var at enda heimaliðið, sum var á odda. Gestirnir úr Mjølni løgdu annars betri fyri og vunnu fyrsta sett, men so vaknaði liðið hjá Fram. Í 2. og 3. settið vunnu teir greitt,og tað var ikki minst tí, at at blokkurin riggaði væl. Nógva av spælinum hjá Mjølni fer gjøgnum spælandi venjaran Klæmint Isaksen, og honum høvdu stóru spælarnir á Fram-liðnum gott tak á hesaferð. Í fjórða settið kláraði Mjølnir at venda skeivu gongdini og teir vunnu fjórða sett. Neyðugt var tí fyri einum fimta og avgerandi settið, og eisini tað gjørdist sera javnt. Tað snúði seg um at vera kaldur í avgerandi løtunum, og tað kláraðu Fram-spælararnir betri. Teir vunnu settið 15-13 og harvið dystin 3-2. Við sigrinum tók Fram seg fram um Mjølnir, og er nú einsamalt á odda í meistaradeildini hjá monnum. Mjølnir vann hjá kvinnum Hjá kvinnum vóru dysturin lutvístur javnur, og 3-0 sigurin hjá Mjølni sigur ikki alla søguna. Víst vóru kvinnurnar úr Klaksvík omaná øll settini, men tey vóru jøvn. Dysturin varð spældur í Suðuroy, og sigurin hjá Mjølni var tí rættiliga sannførandi. Mjølnir eru nú einsamallar á odda í meistaradeildini hjá kvinnum, og tær hava fingið góða byrjan í royndini at verja FM-heitið. Flogbóltskappingini er í tveimum. Bæði hjá monnum og kvinnum verður spælt fýra ferðir ímóti hvørjum øðrum. Helvtin av kappingini er fyri jól, og hesum partinum líðir væl nú. Eftir jól verður farið undir seinnu hálvu av kappingini, og tá fáa liðini helvtin av stigunum, sum tey hava vunnið sær fyri jól, við til seinnu hálvu. Sigast kann tí, at spælt verður um eitt stig í hvørjum dysti nú, men tað kann eisini koma at gera mun tá kappingini líður móti endanum. Liðini fáa settini, sum tey hava vunnið, við sær til seinnu hálvu. Donsku gullgenturnar fara nú eftir HM-heitinum Hondbóltur: Sjónvarp Føroya fer at fylgja við HM í kvinnuhondbólti, har Danmark er ein av favorittunum Danska kvinnulandsliðið í hondbólti er fram úr væl umtókt í Danmark, og tað er ikki tað smátingið, sum tær fáast við, sum ikki verður endurgivið í pressuni, ikki minst teimum stóru morgunbløðunum BT og Ekstrablaðnum. Og nú um dagarnar er feburin aftur farin at ganga, tí heimsmeistarakappingin í kvinnuhondbólti er í Týsklandi í hesum døgum. Lagt varð fyri sunnudagin, og næstu tvær vikurnar kemur kappingin at seta dám á ítróttarheimin um okkara leiðir. Donsku kvinnurnar teljast millum favorittarnar til at vinna HM-heitið, og liðið, sum hevur vunnið bæði EM-gull og olympiskt gull, manglar at seta krúnuna á verkið við HM-gullið eisini. Spælararnir á danska kvinnulandsliðnum eru stjørnur, og ikki minst heimsins besti kvinnuligi hondbóltsspælari, hin tiltikna Anja Andersen, dugir at gera vart við seg, bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Hon verður eisini ein av sentralu spælarunum hjá Danmark, sum skal royna at vinna HM-gull. Sunnudagin var fyrsti dysturin í kappingini, og vertstjóðin Týskland vann stórsigur á Japan. Í kvøld spæla øll hini londini, og dysturin hjá danska liðnum verður ímóti Kina. Danir gera nógv burtur kappingini, og sjónvarpsrásirnar senda allar donsku dystirnar. Eisini Sjónvarp Føroya hevur blandað seg uppí kappingini, og teir fara at senda 11 dystir komandi dagarnar, nakrir verða beinleiðis og nakrir forskotnir. Tað eru sum vera man dystirnir hjá Danmark, sum hava serligan áhuga, og í kvøld vísur SvF dystin millum Danmark og Kina. Dysturin byrjar klokkan 21.30, og á miðnátt verður ein samandráttur. Restina av vikuni verða aðrir dystir við donsku kvinnum á skránni og mikudagin er dystur millum Danmark og Kekkia. 24 lond eru við í HM-kappingini í Týsklandi, og Noregi telist eisini millum sterkastu londini. Sterk mótstøða í Íslandi Borðtennis: Landsliðið í borðtennis tapti allar sínar dystir í trílandakapping í Íslandi Seinasta vikuskiftið var føroyska landsliðið í borðtennis í Íslandi til eina trílandakapping í sambandi við, at íslendska borðtennissambandið, BTÍ, fylti 25 ár fyrr í mánaðinum. Føroyingarnir vóru saman við skotum bodnir til kappingina, sum varð spæld leygardagin 22. november. Spælt varð øll móti øll, og sum vænta fingu Føroyar einki stig. Mótstøðan var so sterk, at føroyingar ongan dyst vunnu, men kortini megnaðu føroysku spælararnir at vinna okkurt settið. Besta úrslitið var helst í tvímansleiki, har Eyðun Luid og Birgir Carlsson bert tepurt taptu í triðja setti, 19-21, fyri íslendsku meistarunum. Spælararnir í opnu kappingini vóru eisini sterkir, og tí kom tað heldur ikki óvæntað, at føroyingarnir ikki stóðu seg í hesi kappingini. Kappingina, sum varð spæld sunnudagin, vann ein skoti, og dagin fyri høvdu skotar eisini vunnið trílandakappingina. Tað sigur nakað um støðið í kappingini, at sjálvt ikki Guðmundur Stephansson, ið annars er europameistari í tvímansleiki í unglingadeildini, ikki megnaði at vinna kappingina. Hóast úrslitini ikki vóru tey bestu, fingu føroysku spælararnir kortini væl burtur úr. Tað er klanska eisini vert at nevna, at hvørki Kjartan Eli Hentze, ið vann silvur á Oyggjaleikunum, ella Petur Niclasen, sum í fleiri ár hevur verið ein av allarstinnastu spælarunum í Føroyum, vóru við í Íslandi. Hesir eru báðir í Danmark, og ístaðin fyri teir, vóru nakrir yngru spælarar við, og ikki minst hjá teimum kom nógv burtur úr. Kappingin í Íslandi lá væl uttanfyri ætlaðu tiltøkini hjá BTSF, men við góðum stuðli frá FITUR, Føroya Sparikassa og Føroya Banka bar til at vera við í kappingini. Øssur Hansen aftur á Toftum Fótbóltur: Eisini Jákup Eli Olsen skal spæla við B68 komandi kappingarár Tað spyrst einki burturúr íslendskum ævintýri hjá Øssuri Hansen á hesum sinni. Tað var annars uppá tal, at hann skuldi til Íslands saman við Páll Guðlaugssyni, Una Arge og Jens Martini Knudsen, men nú sigur landsliðsmaðurin, at hetta verður av ongum á hesum sinni: - Eg skal upp til sveinaroynd í summar, og tað ber ikki til at útseta hetta. Hetta merkir kortini ikki, at eg ikki eri áhugaður í at royna lívið sum yrkisspælari. Um eitt tilboð kemur, eftir at komandi kappingarár og sveinaroynd eru fingin frá hondini, so fari eg fegin at umhugsa tilboðið, sigur Øssur Hansen. Sær betri út nú Øssur Hansen hevur gjørt avtalu við barndómsfelagið B68 um, at hann skal spæla við teimum í 1998. Eftir summarsteðgin í 1997 var Øssur Hansen í Gøtu, men nú verður gula GÍ troyggjan skift út aftur við reyðu troyggjuna hjá B68. - Eg haldi, at tað sær ljósari út fyri komandi ár, enn tað gjørdi í fjør. Vit hava fingið ein av mest royndu føroysku venjarunum. Hann kennir okkum, og vit kenna hann, og tað verður sjálvandi lættari at byrja samstarvið við ein fremmandan venjara, soleiðis sum tað var í fjør. Eg haldi eisini, at spælaratilfarið tykist vera betri, enn tað var í fjør. Jákup Eli verður í B68 Leygardagin endurgóvu vit útvarpið fyri tíðindini um, at Jákup Eli Olsen hevði gjørt av at skifta barndómsfelagið á Toftum út við árstalsfelagið í høvuðsstaðnum. Tað var rætt, at útvarpið bar hesi tíðindini fríggjadagin, og í Dimmalætting leygardagin varð Kristian á Neystabø, sum inntil í gjárkvøldið var formaður í B36, endurgivin fyri at hava sagt, at Jákup Eli skal spæla við B36 komandi ár. Men tað er ikki rætt. Jákup Eli Olsen fer komandi ár at spæla við B68. Í hesi vikuni er hann burturstaddur, men áðrenn hann fór avstað, varð avtala skrivað ímillum hann og felagið. - Jákup Eli, Súni Fríði og Abraham hava nógvar royndir. Við teimum á liðnum saman við fleiri av hinum føstu monnunum, sum hava nógvar royndir og við einum royndum venjara, sum hevur gott innlit í føroyskan fótbólt, so haldi eg, at fyritreytirnar eru góðar at røkka einum betri úrsliti, enn liðið gjørdi í fjør, staðfestir Øssur Hansen. Tað ljóðar á Toftum, at tað verður arbeitt við at styrkja um liðið við onkrm øðrum spælarum. Talan er bæði um føroyskar og útlendskar spælarar, men hvussu landið liggur hesum viðvíkjandi, fingu vit ikki staðfest í gjár. Tað er ov tíðliga at siga nakað um nakað fer at spyrjast burturúr hesum enn, varð sagt av ábyrgdarfólki í Tofta Ítróttarfelag. Vilhelm Johannesen Skinnið verður selt, áðrenn bjørnin er skotin Í avtalum við danir hava vit bundið okkum til, at javnvág og helst avlop skal verða á fíggjarlógini fyri 1998, og eisini tóktist hetta einaferð at vera ein málsetningur hjá okkum sjálvum, uttan mun til gjørdar avtalur við danir, men nú er øll orsøk til at ivast Longu undir samráðingunum í 1993 var tað ein partur av avtaluni millum donsku ríkisstjórnina og landsstýrið, at í 1998 skuldi javnvág verða á løgtingsfíggjarlógini. Hetta var somuleiðis ein treyt fyri, at ríkiskassin framhaldandi skuldi umfíggja okkara uttanlandsskuld, hagar til øll okkara skuld í útlondum varð umløgd til ríkisskapsskuld. Tey fyrstu árini aftaná gekk støðugt framá. Longu í 1994 kundu vit staðfesta, at hallið hjá landskassanum var í minking, og at tað eisini var væl minni enn roknað varð við, tá fíggjarlógin fyri 1994 varð viðgjørd og samtykt. Í 1995 gekk enn betur. Hallið, sum varð mett til 209 mió. kr., varð í árinum vent til eitt lítið avlop. Í 1996 varð hallið mett til 159 mió. kr. Úrslitið verður umleið javnvág ella møguliga eitt lítið avlop. Støðan og gongdin í ár bendir á, at úrslitið fyri 1997 ikki verður lutfalsliga so gott, sum tey bæði undanfarnu árini. Framgongdin er steðgað, og nógv bendir á, at úrslitið í 1997 verður verri enn í 1996, og tí er orsøk til at stúra fyri úrslitinum í 1998, tá vit sambært avtalu við donsku stjórnina og eftir okkara egnu ætlan, skuldu hava javnvág og helst avlop á fíggjarlógini. Tey undanfarnu tvey árini, sum eg havi umrøtt frammanfyri, hevði javnaðarflokkurin ábyrgdina av fíggjarmálum, men síðani juni 1996 hevur fólkaflokkurin havt ábyrgdina av hesum málsøki. Á uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 1998, sum Anfinn Kalsberg, landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði fram á ting tann 30. september, verður roknað við einum avlopi uppá 18 milliónir krónur. Men longu nú kunnu vit rokna við, at tá tær endaligu inntøkumetingarnar eru gjørdar, og øll broytingaruppskotini frá fíggjarnevndini eru komin á borðið, verður talan um eitt hall uppá 20 til 30 milliónir. Hóast hetta, so hava landsstýrismenninir, hvør í sínum lagi, eina ætlan um, hvat avlopið skal nýtast til. Eitt avlop, ið ikki er til, og sum neyvan heldur verður til taks. Seinasta týsdag vísti eg á, hvussu samgongumenn yvirbjóða hvønn annan við gyltum lyftum um stórar almennar íløgur, sum fyri ein part skulu fíggjast burtur av avlopinum hjá landskassanum næsta ár. Í dag skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggja fleiri uppskot fram á ting, ið fara at skerja inntøkurnar hjá landskassanum munandi, men hvussu nógv veit ongin, heldur ikki landsstýrismaðurin sjálvur. Landsstýrismaðurin roknar við, at fleiri føroyingar, sum eru fluttir av landinum, fara at venda heimaftur av hesi orsøk, og at skattalógarbroytingarnar tí ikki fara at kosta landskassanum nakað. Hann hevur tó onga trygd fyri, at so verður. Í skrivandi løtu havi eg ikki sæð uppskotini hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Ætli mær tí ikki at taka nakra endaliga støðu til hesi nú. Hvørki fyri ella ímóti. Men eg loyvi mær kortini at vísa á, at logikkurin hjá landsstýrismanninum ikki hongur rættiliga saman, tí fyri júst einum ári síðani legði landsstýrismaðurin uppskot um skattalógarbroytingar fyri tingið, við tí fyri eyga, at vit skuldu hava eina bruttoskattaskipan fyri allar A-skattgjaldarar. Tey uppskotini vórðu samtykt, og A-skattgjaldarar hava tí livað undir eini bruttoskattaskipan alt hetta árið. Nú boðar sami landsstýrismaður frá nýggjum skattafrádráttum. Hetta virkar ørkymlandi. Í løtuni tykist allur politikkurin hjá landstýrinum og samgonguni at byggja á væntaðan fong ella sum danir siga >>forventet fangst<<. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum væntar, at fiskimenn, sum eru fluttir av landinum, flyta heimaftur, um skattalætti verður givin, og tí fer skattalættin onki at kosta. Landsstýrismaðurin í samskiftismálum væntar, at avlop verður á fíggjarlógini í 1998, og tí kann hann bjóða sær til vegna landskassan at seta almennan pening í eitt partafelag, sum skal byggja og reka ein undirsjóvartunnil. Men hetta er tað sama, sum at skinnið verður selt, áðrenn bjørnin er skotin. Alt byggir á væntaðan fong ella >>forventet fangst<<. Bert politikkarar, ið onga ábyrgdarkenslu hava, kunnu leggja navn til slíkan politikk. Og so er tað líka mikið, um flokkurin eitur fólkaflokkurin ella sjálvstýrisflokkurin. Um politikkarin eitur Anfinn Kalsberg ella Sámal Petur í Grund. Tann 29. november 1997 Ríkisfelagsskapurin Tað er ikki bert spurningur um loysing ella samband, segði Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins á fundi í Eysturoynni herfyri Lat meg byrja við at siga, at tað frøir okkum ikki so lítið í Javnaðarflokkinum, at tað nú verða fyriskipaðir fundir kring landið um ríkisfelagsskapin, og at fjølmiðlarnir eisini hava tikið hetta evnið upp í almenna kjakið. Men serliga fegnast vit um, at tað nú ikki longur er ein spurningur um samband ella loysing, men at dagsskráin hevur fingið eitt nýtt og munandi meira meiningsfult innihald, sum í stórum er í tráð við teir tankar, sum vit í Javnaðarflokkinum hava gjørt okkum um neyðugar broytingar á hesum øki. Viðvíkjandi heitinum á fundinum í kvøld, so er tað rættiliga áhugavert at merkja sær, at tá samráðingarnar vóru um Heimastýrislógina, tá vildu hvørki kommissiónin ella ráðgevin hjá donsku stjórnini, professarin í løgfrøði Alt Ross, brúka orðið >>ríkisfelagsskapur<<, men at teir í staðin brúktu orðið >>ríkiseind<<. Orsøkin var hon, at felagsskapur í løgfrøðiligari talu bert er millum tveir suverenar statir. Men seinni hevur so hetta orðið vunnið sær hevd. Um hesar somu samráðingar sigur Frederik Harhoff í bók síni um ríkisfelagsskapin, >>at Folkeflokken forhandlede i realiteten på det grundlag, de havde fremhævet under krigen, nemlig fuldstændig overførelse af lovgivende og administrativ myndighed inden for færøske spørgsmål til Lagtinget, og forlangte en dansk grundlovsændring. Socialdemokratiet ønskede Lagtingets lovgivende myndighed lagt sammen med Kongen på alle færøske anliggender - så vidt muligt inden for grundlovens rammer - med ret til at overtage det fulde ansvar for alle sager, for hvilke Lagtinget også overtager det økonomiske grundlag, medens Sambandspartiet ønskede at forsætte samhørigheden med Danmark. Fyrti formaður Javnaðarfloksins segði, tá Heimastýrislógin var vorðin veruleiki, at hon var fagrata blaðið í Danmarkar søgu. Av sonnum kunnu orð hansara í dag takat fult út til eftirtektar, tí lógin hevur roynst rættiliga væl, soleiðis at skilja, at vit í einum samstarvi á líka fóti við Danmark, hava ment og útbygt hetta land. Heimastýrislógin hevur verið ein góður karmur, sum hevur givið okkum rættiliga vítt rásarúm til framtøk á sjálvstýrisleið. Men eins og bløðini gulna og til seinast visna og detta av, so er tíðin nú komin til, at gamla Heimastýrislógin fær ein virðiligan avloysara. Hon rúmar ikki øllum tí, sum vit í dag hava brúk fyri, meðan praksis í fleiri førum er farið út um lógarinnar karmar. Hetta seinna hevur avgjørt ein positivan undirtóna. Hon rúmar m.a. ikki teimum amboðum, sum avgjørt eru neyðug fyri landsstýrið til tess at reka ein skilagóðan peningapolitikk, sum átti at kunna fyribyrgt, at kreppan í okkara búskapi ikki fekk ta stødd, sum hon veruliga fekk. Heldur ikki rúmar galdandi lóggáva møguleikar fyri víðari sjálvstýri innan øki, sum ikki eru við í heimastýrislógini. So uttan mun til, um vit fingu hesa álitiskreppuna Føroya og Danmarkar ímillum, so hevði verið neyðugt við nýhugsan á hesum øki. Tíðin setur okkum politikkarum krøv, so um vit vilja tað ella ikki, so mugu vit víðari. Eisini er vert í hesum sambandi at nevna, at tær Danmark, sum í 1948 samtyktu Heimastýrislógina, ikki eru tær somu Danmark, sum í dag. Danmark er vorðin ein alt meira fastknýttur partur av ES, og hevur Danmark í fleiri førum trupulleikar við at røkja áhugamálini hjá Føroyum og Grønlandi, tí teirra ES-hjarta vil nakað heilt annað. Eisini vita vit, at tað bert er spurningur um tíð, til Danmark ikki longur hevur eitt egna gjaldoyra, og tað vil so aftur geva bæði føroyingum og grønlendingum nakrar trupulleikar. Men størsta skotið fyri bógvin fekk Heimastýrisskipanin, tá ið danska stjórnin í sambandi við búskaparliga skradlið av sínum eintingum setti skipanina út av kraft og setti fram ultimativ krøv á økjum, sum vóru føroysk sermál. Haraftrat fekk álitið partanna millum eitt ógrøðiligt sár, tá tað kom fram, at vit ikki høvdu ta vitan um viðurskifti í føroysku bankaskipanini, sum teir høvdu, tá partarnir møttust til samráðingar. Eins og føroyingar eftir kríggið ikki kundu venda aftur til gomlu amtsstøðuna, tað var hetta sambandsmenn helst vildu, so ber okkum heldur ikki til at fara inn og gera ábøtur á Heimastýrislógina. Vit mugu hava eina nýggja skipan, ein nýggjan karm fyri víðari samstarvinum millum Føroyar og Danmark, sum báðir partar hava álit á og kenna seg tryggan við. Eitt samstarv, sum byggir á virðing og álit hvør fyri øðrum. Men fyrst og fremst verður tað neyðugt, at vit føroyingar finna okkum sjálvar í hesum spurningi. Vit mugu seta okkum niður og finna útav, hvat vit ynskja, hvat vit klára, og hvat vit velja. Hetta kann vera tann føroyska semjan, tann føroyska loysnin, sum eigur at fáa so stóra undirtøku á Føroya Løgtingi, sum gjørligt. Vit mugu vera greiðir yvir, at tað skulu vera føroyingar, sum seta dagsskránna til samráðingarnar við danir, og meira samdir, vit eru, tess størri vekt fær eitt føroyskt útspæl. Tí vil Javnaðarflokkurin enn einaferð gera eina roynd til tess at fáa sett eina stjórnmálanevnd, sum umboðað av øllum flokkum á tingi saman við sakkunnleikanum fara undir tað fyrireikandi arbeiðið til ein avloysara fyri Heimastýrislógina - til eina Sjálvstýrislóg. Skulu vit finna eina føroyska semju, eitt føroyskt útspæl, so er tað neyðugt, at flokkarnir ikki frammanundan eru ov fastlæstir, men eru sinnaðir til at flyta seg. Hóat Javnaðarflokkurin í hesum sambandi hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvussu ein slík lóg skal síggja út, so eru vit, til tess at vinna fram til eina semju, sum hevur fólksins undirtøku, ikki frammanundan fastlæstir. Støðan í dag er annars hon, at Tjóðveldisflokkurin er farin so langt, at hann krevur loysing her og nú. Heldur í dag enn í morgin. Í hesum fær hann onga undirtøku frá øðrum flokkum, og mær tykir, at tað júst er endamálið. Teir vilja innast inni ikki hava, at nakað stórvegis hendir, tí annars er stevna teirra burtur. Loysing her og nú vil føra til anarki og eitt risaafturstig í vælferðini hjá føroyinginum. Sambandsflokkurin hin vegin hevur tikið eina støðu, har teir mæla frá, at nakað sum helst verður broytt. Eingin stavur í Heimastýrislógini skal broytast. Men henda støða Sambandsfloksins er eins ekstrem, sum støða Tjóðveldisfloksins, og eingir aðrir flokkar fylgja Sambandsflokkinum í hesum. Tí eru hesir báðir flokkar, sjálvandi á hvør sín hátt, eins góðir garantar fyri, at einki verður vunnið á sjálvstýrisleið, tí einhvør broyting gerst bert við einum politiskum meiriluta. Um tað fer at bera til at fáa hesar mótpolar seinni at seta seg og viðgera spurningin á einum realistiskum grundarlag, tað fer tíðin at vísa. Men skulu vit koma víðari í hesum spurningi, er neyðugt at vit sleppa tí dreymakenda og royna ein realistiskan politikk, sum kann bera okkum víðari fram á leiðini. Tí vil Javnaðarflokkurin nú enn einaferð taka stig til at nýggir karmar verða lagdir fyri framtíðarstøðu Føroya - nýggir karmar fyri einum framtíðar samstarvi millum tvær tjóðir Føroyar og Danmark - eina nýggja skipan, har vit fáa ment okkara land uppaftur meira - ein karmur, sum skal vera so víður, at vit fáa økt okkara sjálvstýri og okkara sjálvábyrgd - ein nýggjan karm, sum gevur okkum rætt til tað sjálvstýri, sum Føroya fólk krevur. Takk fyri Tað frægasta vit hava at bjóða Á psykiatrisku deild hava tey valt at lata Pensionatið aftur í jólamánaðinum. - Tað er ein spurningur millum pest og kolera, og vit valdu kolera, sigur yvirsjúkrasystirin - Tað er politiskt og leiðsluliga ein peningaspurningur, tá deildir verða latnar aftur. Hetta er afturvendandi tiltak. Tað sigur Vilgerð Astridardóttir, yvirsjúkrasystir. - Ikki tí vit halda tað vera hugaligt at lata Pensionatið aftur.Tað var eitt val millum pest og kolera, og vit valdu kolera, sigur yvirsjúkrasystirin. - Hvat er at spara í peningi at lata hesa deildina aftur? - Leystliga hava vit roknað okkum til, at vit spara einar 40.000 - 50.000 krónur. Tað er peningur, sum telur hjá okkum, sum hava alt ov lítlan pening at arbeiða við. - Er tað ikki óforsvarligt og eisini ómenniskjansligt at koyra hesi fólkini á dyr á jólum? - Vit kunnu saktast forsvara tað út frá einum fíggjarligum spurningi. Um tað er ómenniskjansligt? Er tað meira menniskjansligt at lata deild fimm aftur t.d., har 14 eldri sinnnissjúk og dement fólk eru?, spyr Vilgerð Astridardóttir. Hon sigur frá royndunum at spara á einum fíggjarætlan, sum framman undan ikki heldur árið út. - Í summar lótu vit deild fimm aftur, og í hesyt varð deild eitt, sum er bráðfeingis psykiatriska deildin, latin aftur. - Tá tað heldur ikki var nóg mikið, gjørdi vit alt vit vóru ment at finna eina loysn at spara meir. - Vit høvdu valið millum at lata deild trý, sum er lukkaða deildin, har langtíðar- og psykotiskir sjúklingar eru, ella Pensionatið aftur. - Tí varð avgjørt at nú mátti Pensionatið standa fyri afturlatingini.. - Hvussu kennist tað menniskjansliga at spara á henda hátt? - Tað er ræðuligt, men vit royna sum frægast at vera menniskjanslig, eitt nú við ikki at lata deild 3 og 5 aftur. - Eg tori at siga, at út frá okkara umstøðum er alt gjørt fyri at sparingarnar ikki skulu raka meinari enn hægst neyðugt. Trupulleikin er, at vit ikki fáa endarnar at røkka saman, uttan at slík tiltøk verða framd. - Vit liva í einum landi, við stórari uttanlandsskuld, og politikararnir siga at hall ikki skal vera 'á fíggjarlógini. - Hóast vit hava roynt at greitt politikarunum frá, hvussu tað ávirkar okkara arbeiði, er støðan tann sama. - Tí er bert eitt at siga, og tað er, at hetta er tað besta vit kunnu gera fyri tann pening, sum er tøkur, sigur Vilgerð Astridardóttir. Vit eru hjálparleys Nógv hava ongan góðan at fara til, annaðhvørt tí familjan ikki býr í Føroyum, ella tí at foreldrini eru deyð. Maria Andersen og systir hennara búgva í Danmark og einasta systir teirra býr á Pensionatinum Nú jólini stunda til, eru fólk ivaleyst farin at umhugsa, hvar og hvussu jólini skuldu haldast hesaferð. Á Pensionatinum í Havn, sum er undir psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsin-um, sleppa tey ikki at halda jól heima. Hetta hevur annars verið heim teirra seinastu 10 árini. Búfólkini eru frá 37 - 71 ára gomul, men fyri teimum er eingin bøn. Annaðhvørt skulu tey fara heim til onkran avvarðandi, sum vil taka ímóti teimum, ella mugu tey flyta á psykiatrisku deild, frá 5. desember til 1. januar. Maria Andersen býr í Danmark, og hon eigur eina 50 ára gamla systir, sum hevur búð á Pensionatinum í 10 ár. Hon er einsamøll eftir í Føroyum, og foreldrini eru ikkitil longur. - Tað er óskiljandi at farið verður so illa um okkara sinnisjúku, sum ikki kunnu verja seg Heldur eingin er at tosa teirra sak. Pensionatið er heimið hjá búfólkunum, og har kenna tey seg trygg, sigur Maria Andersen. Flestu teirra hava búð saman í 10 ár og meir, og kenna seg sum eina familju. - Hartil kemur, at fleiri ikki hava nakran góðan at fara til, annaðhvørt tí familjan ikki býr í Føroyum, ella tí foreldrin eru deyð. - Hjá okkum er støðan tann, at vit eru tvær systrar í Danmark, og einasta systir okkara býr á Pensionatinum í Havn, sigur Maria Andersen. Hon heldur, at tað alt ov ofta ikki verið tikið fyrilit fyri hesum sjúklingum. So hvørt sum skerjingarnar eru farnar fram á Landssjúkrahúsinum, hava búfólkini fingið vánaligari umstøður. - Í summar arbeiddi systir mín nakrar tímar á eini café, sum var á psykiatrisku deid. Hetta arbeiðið var systir mín ógvuliga fegin um at hava, og henni dámdi eisini væl at koma har. - Vegna sparingar varð caféin latin aftur, við tí fylgju, at systir mín fekk tað vánaligari. - Fyri at bøta um tað, var neyðugt at doyva hana við enn meira heilivág. - Vit kenna okkum púra hjálparleysar, og halda, at nú er nóg mikið, sigur Maria Andersen. Hon heldur, at alt ov lítið umhugsni verður veitt teimum gomlu og sjúku. - Hetta eru ikki røsk fólk. Tey megna ikki so stórar broytingar, og eru bangin og ótrygg, tí tey nú ikki sleppa at vera heima í jólamánaðinum. Av hesum er uppaftur neyðugt at geva teimum meira heilivág, sigur Maria Andersen. Hon heldur, at øll kunnu ímynda sær, hvussu tað kennist hjá teimum sjúku at uppliva jolini á henda hátt. Maria Andersen kennir seg fullkomiliga hjálparleysan, og er ótrygg við støðuna hjá systurini, sum ikki sleppur at vera heima hjá sær sjálvum á jólum.Nógv hava ongan góðan at fara til, annaðhvørt tí familjan ikki býr í Føroyum, ella tí at foreldrini eru deyð. Maria Andersen og systir hennara búgva í Danmark og einasta systir teirra býr á Pensionatinum Ongin skal læra okkum nakað... Tað vóru bara keypmenn, bakarar, politistar o.s.fr. men fáir bøndur og lurtaðu ­ Hetta er eitt bragd, tit hava gjørt. Eg eri fegin um, at Árni Brattaberg aftur leyp í vaðið og tordi undir hetta, tí hetta er eitt tungt tak. ­ Men tað skal helst vísa seg so, at táið hann er liðugur, fær hann helst skomm og skitna løn afturfyri, tí tað er vanliga lønin, føroyingar geva sínum undangongumonnum Manne Næs í Hvalba var ein av teimum, sum á samkomuni, eftir at ullavirkið varð tikið í brúk leygardagin, fegnaðist um hetta tiltakið, sum kann kallaði einki minni enn eina kollvelting. Men sum skiltist, bað hann Árna Brattaberg ikki vænta sær ov nógv burturúr - uttan skomm og skitna løn. Fáa ullina fyri einki Frammaundan hevði Jákup Joensen í Lopra bjóða ullavirkinum alla sína ull fyri onki í fimm ár, leveraða til dyrnar. Og tað var ikki so lítið, tí hann hevði 80 áseyðir Og hann mælti øllum øðrum at gera tað sama fyri at virkið kundi fáa fótafesti. Tí hann helt, at betri byrjan, enn ókeypis rávøru eina tíð, kundu eitt virki ikki fáa. Alt ­ uttan bøndur Manne Næs helt annars, at hugburðurin til seyðahald og ull mátti broytast. Hann fortaldi um ein einastandandi áhugaverdan fyrilestur, boðað varð til í Vági fyri tíð síðani, har Justinus Olsen, djóralækni, og onnur góð fólk úr Havn, søgdu frá, og svaraði spurningum um seyðahald. ­ Hetta var so einastandandi tiltak, at eg ivaðist ikki í, at menn fóru kropp av kroppi suður til Vágs at lurta. Sjálvur hevði hann ringt runt til bygdarmenn, men ongin tímdi við, "tí seyð vitsti teir alt um^3. Og táið avtornaði, vóru bara tveir hvalbingar á fundi, ein keypmaður - hann sjálvur, og ein bakari. ­ Av Tvøroyri kom bara ein maður, og tað var ein ...apotekari og úr Froðba kom eisini bara ein, og tað var.... ein politistur. Úr Øravík var eingin, ei heldur úr Fámjin. Úr Hovi kom ein maður, og tað var... ein koyrilærari. Heldur ikki úr Porkeri kom nakar bóndi, tí haðani møtti einans maður, og tað var..... ein sparikassatjóri. Og afturat teimum vóru so nakrir vágbingar, umframt nakrir heilt sunnan av oyggj. Fáa vit eld og svidnaroyk at geva pengar er nógv vunnið ­ At tað ber til at fáa ullina at gylla aftur, er ongin sum helst ivi um. Í hvussu so er skal henda royndin ikki liggja eftir. Tíverri fer tað mesta av ullina í dag upp í royk. ­Og kunnu vit fáa eld og svidnaroyk at geva pengar, er ikki heilt onki komið burturúr, sigur Árni Brattaberg 29. november 1995 varð Lutafelagið Suðuroyar Ullavirki sett á stovn. Og sjálvan tvey ára føðingardagin, 29. november 1997, varð trýst á knøttin, og maskinurnar settar ígongd. Í einum rúmi við síðuna av liggja 35 tons av ull, sum hetta komandi hálvárið skulu spinnast og karðast. Ein av stigtakarunum, Árni Brattaberg, sigur, at tað eru nøkur ár síðani, at tankin búnaðist um at gera eitt ullavirki. Fyri nøkrum árum síðani, skipaði nakrar konur har suðuri, Karin Brattaberg, Jonhild Kjørbo, Kata Mortensen og Karin Johansen fyri tiltakinum "Av rættini til plagg^3. Hetta var eitt tiltak at vita um tað bar til at fáa nakað burturúr føroysku ullini. Tey tóku ull inn, lótu hana spinna og virkaðu pløgg úr henni ­ Royndirnar vórðu so góðar, at tað endaði við einum heilum ullavirki, sum nú er tikið í brúk. Henda komandi mánaðin skulu maskinurnar roynast og beint eftir ársskiftið verður farið at spinna og kar-a av álvara. Í ullavirkinum eru ein skiljimaskina, ein rívimaskina og ein vulfur, har ið ullin verður rivin sundur í lagdir, ein spinnilinja, ein karðilinja, ein spolimaskina og ein hespimaskina. Maskinurnar eru keyptar brúkar úr Haderslev í Danmark og eru síðani settur upp í gamla vaskiskúrðinum á Gørðinum, har ullavirkið er. Spinnari er komin úr Danmark at standa fyri, men afturat honum fara fýra fólk at arbeiða á ullavirkinum. 1.000 eigarar um alt landið Higartil eru einir 100 luthavarar í ullavirkinum.Teir flestu eru úr Suðuroynni, men í seinastuni eru eisini nógvir komnir afturat aðrastaðni í landinum. Lutabrævið kostar 20 krónur fyri áseyðin. Men tað ber eisini til at heilir hagar tekna seg fyri eitt lutabræv undir einum, og tá kostar tað 50 krónur fyri gyllinina. Hetta eru upphæddir, sum verða goldnar einaferð með alla. Og av tí, at hagar kunnu gerast lutahavarar undir einum, eru tilsamans einir 1.000 einstaklingar luthavarar í virkinum. Ullavirkið hevði tann politikk, at tað skuldi betala seg at verða luthavari, tí teir fingu væl meiri fyri ullina, sum tey, ið ikki áttu lutabræv. Tey, sum ikki vóru luthavarar, fingu fýra krónur fyri ullina, men luthavarar fingu átta krónur fyri kilo av skyldari ull og seks krónur fyri óskylda ull. ­ Hugskotið við at tey, sum eiga seyðin, eisini eiga felagið, var, at tey, sum eiga rávøruna, skulu fáa hægri prís sum frálíður. ­ Men tað tekur sína tíð at byggja vinnuna upp, leggur hann afturat. Hann heldur, at skal hetta tiltakið eydnast, er avgjørt neyðugt at prísurin hækkar heilt fitt sum frálíður. ­ Men tað er eisini avgjørt neyðugt, at fólk skifta hugburð til ullina og eru sinnað at fáa hana til høldar. ­ Hann nevnir t.d., at ull í tonsatali er tveitt í bingjurnar hjá IRF, hóast bingjan hjá ullavirkinum stóð í nánd. 100 tons av ull Í ár eydnaðist teimum at fáa 35 tons av ull til høldar. Árni Brattaberg sigur, at tað hevur verið sagt, at eini 50 tons av ull fáast av seyðinum í Føroyum. ­ Sagt hevur verið, at tað eru einir 70.000 seyðir í Føroyum. Men eg haldi tað eru fleiri enn so, tí seinastu árini eru nógv farin at hava seyð á traðunum eisini. ­ Gamalt er, at eitt kilo av ull fæst av hvørjum seyði. Men tey, ið hava vigað, siga, at tað kemur mangan upp ímóti 1,5 kilo. Eftir hesum er skjótt at rokna seg fram til, at tað munnu fáast út ímóti 100 tonsum av ull av seyðinum í Føroyum, verður alt tikið væl og virðiliga upptikið, sigur Árni Brattaberg. ­ Ullin er hartil góð. Tiltakið "Av rættini til plagg^3 vísti okkum, at føroyska ullin hevur frágera góðar eginleikar og at hon er fult á hædd við ull aðrastaðni í norðurlondum. Litaður seyðir vekir áhuga Árni Brattaberg sigur, at tað eru góðar vónir at sleppa av við ullina. ­ Ullin er góð. Men harafturat er tað næstan bara í Føroyum, at seyðurin hevur ymsar litir - og tað hevur vakt áhuga uttanlands. ­ At seyðurin hevur ymsar litir, ger, at vit kunnu lata tógv í ymsum litum, uttan at lita tógvið við kemiskum evnum. ­ Og nettupp tað, at vit kunnu gera eina náttúrvøru við náttúrligum litum hevur vakt áhugan hjá útlendskum keyparum. ­ Vistfrøðilig framleiðsla vindur uppá seg allastaðni og tað átti at verðið ein fyrimunur at spunnið tógv, sum ikki er kemiskt litað ella vaskað. Men formaðurin í Ullavirkinum vónar sjálvandi, at nógvur føroyingar fara at keypa tógv, og hann roknar við, at nógv verður selt her. ­ Tí tey, sum eiga felagið, hava sjálvandi áhuga í at keypa tógv hiðani, og stuðla tí tann vegin. ­ Og vit hava so tann fyrimunin afturat, at tað er gamalt í Føroyum at virka burturúr ull. Næstan hvør einasta genta og kona dugir at binda, so handverkið duga vit frammunandan. Men tað veldst sjálvandi alt um dygdina á tógvnum.Árni Brattaberg sigur, at ullin verður flokkað. Tey fara at gera trý sløg av tógvi: Tórgv at binda við, tógv at veva við og tógv til teppi. Tvær miljónir Nú ullavirkið er liðugt, kostar tað tvær miljónir. Lántøkan er 1,2 miljónir. Hinar 800.000 krónurnar eru luthavarar, ábyrgdarpeningur og stuðul frá Vágs, Sumbiar og, Hvalbiar kommunu, Vinnulívsgrunninum og Stuðulsgrunninum fyri syðru helvt í Suðuroy. Og Árni Brattaberg hevur góðar vónir um, at tað fer at bera til. ­ Tíverri verður nógv ull í dag brend og fer upp í royk. ­ Men fáa vit gjørt eld og svidnaroyk um til pening, er ikki so lítið vunnið, heldur hann. Nú eru nøkur ullavirki í landinum, og tað hevur gingið ógvuliga strilti. Hvat fær teg at halda, at tað fer at ganga frægari hesuferð. ­ Ja, tað eru nøkur virkið. Men tað er bara Norðoya Spinnarí sum ger eitt sindur við føroyska ull. Annars verður bara tikið ímóti ullini, at senda av landinum. ­ Tað mátti verið frægari at skapt eitt sindur av virðisøkingini í Føroyum, heldur Árni Brattaberg. Heilt neyðugt at fáa innsavningarskipan Árni Brattaberg sigur, at skal tað eydnast at fáa nakað burturúr teirri føroysku ullina, er heilt neyðugt at fáa eina góða innsavningar og flokkingarskipan. ­ Tað er eitt sera tungt tak at savna ullina inn og flokka hana. Bara tann parturin kostar einar seks krónur fyri kilo. Hann sigur, at fyri trimum mánaðum síðani heittu 10 feløg í Føroyum, sum fáast við ull, á landsstýrismannin í landbúnaðarmannin, Ivan Johannesen, um at stuðla eini innsavningarskipan. ­ Feløgini søkti um 300.000 krónur á fíggjarlógini komandi ár til eina innheintingar, góðskingar og flokkingarskipan. Men Ivan Johannesen segði nei. Hann segði, at hann hevði ikki heimild í lógini at lata slíkan stuðul. ­ Men samstundis boðaði hann frá, at hann ikki er sinnaður at gera eina serliga heimildarlóg av prinsipiellum orsøkum. Árni Brattaberg sigur, at tað var eitt vónbrot at fáa slíkt svar. ­ Tað var øll ullavinnan í Føroyum, sum sendi áheitanina, og tað minsta hevði verið, at hann kallaði vinnuna saman til fundar at tosa um málið, heldur hann. Hann sigur, at ein slík innsavningarskipan er heilt neyðugt, skulu búnaðarmenn, ikki minst í útoyggj hava møguleika at sleppa av við ullina. ­ Tað er eisini neyðugt at flokka ullina, so skil fæst á henni so spunavirkini hava møguleika at keypa hana. Árni Brattaberg sigur, at peningurin, sum leypir av í jarðargrunninum fer nú aftur í landskassan. Áður varð undirskot og yvirskot flutt til komandi ár og varð sostatt verandi í grunninum. Hann heldur, at tað mátti verið frægari at 300.000 av avlopinum varð brúkt til eina innsavningarskipan heldur enn at fara aftur í landskassan. Fingu ikki bílig lán Ullavirkið í Suðuroy hevur eisini roynt at fáa broytt jarðarlógina so at jarðargrunnurin fekk heimild at stuðla spunavirkjum eisini, eins og hann stuðla fóðurvirki. Úr jarðargrunninum hevði borið til at fingið lán fyri eini 3% í rentu, og tað er stórur munur á tí, og so at skula betala vanligu peningastovnunum tvær, tríggjar ferðir so nógv í rentu. Jaðararráðið heitti á Landsstýrismannin um at broyta jarðarlógina so at grunnurin kundi fíggja spunavirki. Men heldur ikki hesum vildi Ivan Johannesen ganga á møti. ­ Jarðarráðið metir at tiltakið at byrja ullavirki í Suðuroy er áhugavert og at fíggjarætlanin er haldgóð. ­ Verður ullavinnan stimbra, kann tað skapa nøkur arbeiðspláss, tað kann hækka útflutningsvirðið og tað kann geva búnaðarmonnum hægri inntøku. ­ Seinast, men ikki minst, kann ullavinnan hava við sær, at ullin ikki framhaldandi verður ein umhvørvistrupulleiki, til skaða og skomm fyri fugl, seyðaeigarar og fólkið alt, segði jarðarráðnum í áheitanini á landsstýrismannin. Men Ivan Johannesen svaraði aftur, at tað hevði verið kappingaravlagandi. Og tað skilir Árni Brattaberg púra onki av, tí tað er ongin, sum ger nakað við føroyska ull, sum er. ­ Hvussu kann tað vera kappingaravlagandi, táið ongin virkar føroyska ull sum er, spyr hann. Árni Brattaberg sigur, at hesi bæði málini eru ikki slept enn. ­M.a. hava 10 løgtingslimir lagt uppskot fyri tingið um at broyta jarðarlóggávuna, so at grunnurin kann figgja ullavirki. Og málið um innheintingarskipanina verður eisini tikið upp. Gubbasadør Føroyar hava fingið sína fyrstu sendikvinnu í Bruxelles Rúna Sivertsen og vaskimaskinan - Hvussu hevur vaskimaskina hjá tær tað? Sambært Rúnu Sivertsen, tingmann Fólkafloksins í Norðoyggjum, er hesin spurningum meiri nátúrligur, tá menn heilsast í Eysturlondum, enn at spyrja: Hvussu hevur konan tað? Tí hevði har helst verið gott við eini javnstøðulóg, heldur hon. Men í Føroyum eru kvinnurnar høgt mettar. Menninir hava litið teimum alt upp í hendi, meðan teir búleikaðust á sjónum, og tí er ein javnstøðulóg ikki neyðug í Føroyum, er hennara niðurstøða. Her er javnstøðulógin til størri skaða enn gagn, tí kvinnur nú verða valdar í nevndir og ráð fyrst og fremst vegna kyn - og ikki eftir dygd. Bara tað, at so stór mótstøða er ímóti javnstøðulógini man vera besta prógvið fyri, at ein slík lóg er neyðug - eisini her hjá okkum. Víst er tað so, at politikararnir verða >>kroystir<< at seta kvinnur í nevnd ella ráð, har onkur maður frammanundan >>átti<< sessin. Men at hetta er ónátúrligt, tað eru vit ikki samd við Rúnu Sivertsen í. Javnstøðulógin er í okkara hugaheimi ein fyribils lóg, sum skal framskunda eina hugburðsbroyting - eina hugburðsbroyting, sum - eins og Rúna Sivertsen sigur - hevði komið av sær sjálvum. Trupulleikin er bara tann, at hendan broyting hendir ov seint, um vit ikki framskunda hana. Taka vit grannalond okkara, Danmark, Noreg og Svøríki, so eru tey fremri enn vit, tá tað kemur til javnstøðu. Í Norska Stórtinginum er býtið millum kvinnur og menn ógvuliga javnt, og í stjórnini hjá Gro Harlem Brundtland var talið av kvinnum og monnum javnt. Í Noreg hava tey í fleiri ár havt javnstøðulóg, og tað hevur borið so góða frukt, at lógin ikki er neyðug longur, og verður tí tosað um at taka hana av. Í Noreg var tað eisini Javnaðarflokkurin, sum legði til brots við kynskvotering, og hóast mótstøðu, so fylgdu hinir flokkarnir kortini Javnaðarflokkinum. Men um Rúna Sivertsen heldur, at javnstøðulógin bara er til fyri kvinnuna, so fer hon stórliga skeiv. Javnstøðulógin skal eisini tryggja manninum kor, eitt nú barnsburðarfarloyvi. Hví skal maðurin ikki eins væl sleppa at vera heima hjá barninum fyrstu tíðina? Stjórnin í Danmark hevur júst samtykt at leggja fyri Fólkatingið broytingaruppskot, sum leingir barnburðarfarloyvi hjá monnum 100% - frá tveimum til fýra vikur! Rúna Sivertsen kann tosa so háandi um >>reyðsokkar, sum múlabinda og tvinga kvinnur<<, sum hon vil. Eftir stendur, at fyri at styrkja demokratiið, so er tað av týdningi at allir bólkar í samfelagnum eru við til at taka avgerðir, bæði kvinnur og menn - og ung sum gomul. Eykaflogfar um jólini Av tí at so nógvir fyrispurningar eru um flogferðaseðlar um jólini, hevur Atlantic Airways gjørt av eisini at seta inn eitt eykaflogfar tollaksmessudag úr Keypmannahavn. Harvið flýgur Atlantic Airways eisini henda dag tvær ferðir til Føroya. Eykaflogarið fer úr Keypmannahavn týsmorgunin 23. desember kl. 8.45. Fólkafloksfundur um tey veiku Í morgin, mikudagin 3. desember, er altjóða dagur teirra brekaðu, og hetta kvøld hevur Eysturoyar Fólkafloksfelag valt at hava fund um støðuna hjá teimum veiku í samfelagnum. Fundurin verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 20. Við á fundinum verða Kristian Magnussen, landsstýrismaður í almannamálum, og løgtingslimirnir Óli Breckmann og Rúna Sivertsen. Fundurin mikukøldið er tann fimti í heyst hjá felagnum kring Eysturoynna, og hetta verður seinasti fundur í ár. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og norði og sólglottar, men bert okkurt kava- ella vátaslettingsæli. Hitin um dagin upp móti 5 stigum, um náttina niður til frostmarkið. Veðrið mikudagin, hósdagin og fríggjadagin: Gul til stívt andøvsgul av norði ella av ymsum ættum og sólglottar, men eisini okkurt vátaslettings- ella kavaæli og somu hitaviðurskifti. Veðrið leygardagin: Møguliga frískar hann vindin lágt við lýggjari veðri. Í gjár: Eitt hátrýst yvir Íslandi breiðir seg móti Írlandi. Køld luft við kavaælingi rekur móti Føroyum av landnyrðingi og norði. Í dag: Síðst í vikuni koma væntandi brúgvaløg av útsynningi móti Føroyum. November mánaði var ógvuliga lýggjur í mun til miðal, 7,2° móti 4,9°. Hann var eisini turrari enn miðal, 130 mm, móti 148,5 mm. Mikudagur 3. desember 1997 Stór ábyrgd hvílir á løg- tingsmonnum -Tað hvílir stór ábyrgd á tinginum, nú framtíðar oljupolitikkurin skal setast út í kortið. Eg haldi vit hava nógv at læra av norsku royndunum og síggi eisini, at nógv av tí, sum er lagt fram er í tráð við tað, sum norðmenn hava gjørt. Hetta segði framsøgumaðurin hjá tjóðveldisflokkinum, Heine O. Heinesen, tá uppskotið til kolvetnislóg varð til viðgerðar í tinginum herfyri. Heine O. Heinesen vísti á, at tað liggur ein sera stóra ábyrgd á tinginum at skula lóggeva á kolvetnisøkinum, tí hetta er fyri okkum eitt ókent virksemi. Tí er tað umráðandi at hugsa seg væl um, soleiðis at landið og tey, sum koma eftir okkum, kunnu njóta væl av tí. Framsøgumaður tjóðveldisfloksins vísti í røðu síni á, at hevði hann sum limur í Vinnunevndini ikki havt høvi at vitjað Noreg herfyri, so hevði tað ikki verið møguligt at gjørt sær eina mynd av, hvussu stórsligið oljuvirksemið er. Hann helt, at vit eiga at læra av norsku royndunum eitt nú við at byggja upp eitt oljudirektorat út frá sama leisti, sum norðmenn hava brúkt. -Nú vit fara inn í hesa vinnu hevur tað alstóran týdning, at vit upplæra okkara fólk á sama hátt sum norðmenn hava gjørt. Tingmaðurin helt fyri, at hann hevði ikki so ilt við at taka undir við tí mesta, sum stendur í lógini og í viðmerkingunum, tí hetta sampakkar væl við tað, sum Vinnunevndin varð kunnað um í Noregi. Hann vísti eisini á, at norðmenn hava verið specialistar, tá hugsað verður um at fáa sum mest burtur úr síni olju. Neyvan nakar hevur fingið so nógv burtur úr sum teir. Oljan í land, men Heine O. Heinesen helt fyri, at høvi fór at verða at viðgera lógaruppskotið í smáutun í Vinnunevndini, men hann tók onkra grein fram og vísti eisini á greinina í lógini um, at oljan skal í land í Føroyum. -Sjálvandi er tað gott at hava tað við í lógini, men tað kann sjálvandi vera eitt sindur ivasamt, hvussu tað verður at taka olju í land í Føroyum. Tingmaðurin ávaraði ímóti at halda alt standa væl til í Føroyum bara um vit finna olju. -Vit mugu ikki billa okkum inn, at tað verður lættari at liva fyri tað vanliga fólkið, hóast tað verður gott fyri landskassan. Hann kundi ikki taka undir við teimum, sum halda, at oljuvinnan fer at oyðileggja fiskivinnuna. -Fyri henda lítla grunnin her verður tað ein meira passalig tilgongd til fiskivinnuna eftir, at vit hava funnið oljuna. Tá er tað spurningurin at duga at skipa tað so, at ikki alt fólkið rýmur til fiskivinnuna segði Heine O. Heinesen, sum segði seg vilja geva málinum eina góða viðgerð í Vinnunevndini. Hvítleyk til tunfisk Japanarar brúka høgguslokk, dyppaðan í hvíleykslaka, til tunfiskaagn Hvítleyk til tunfisk. Tað ljóðar sum ein matuppskrift. Men so er ikki. Her er talan um agn. Guttormur Djurhuus hevur verið við einum av teimum japansku tunfiskaskipunum, sum hava roynt í føroyskum sjógvi í heyst. Og frágreiðing hansara frá túrinum er av Fiskirannsóknarstovuni latin føroysku pressuni til kunningar. Guttormur Djurhuus sigur, at á skipinum, hann var við, høvdu teir fyri at dyppa høgguslokkin, teir egndu, niður í ein laka við knústum hvítleyki. Hetta skuldi gera, at tunfiskurin tók betri. Tað vísti seg, sigur Guttormur Djurhuus, at fiskiskapurin var í hæddini, tá skipini byrjaðu. Okkurt kundi tí verið, sum bendir á, at til hevði borið at byrja fyrr á árinum. Hann sigur, at japanarar eru sinnaðir at sleppa at royna frá juli/ august mánaða komandi ár. Umboð fyri reiðaríið hjá skipunum hava verið í Føroyum og hava her millum verið í Tinganesi og tosað um spurningin. Men sum skilst í Fiskivinnuumsitingini er eingin støða tikin til hendan spurningin enn. Farið varliga Guttormur Djurhuus mælir í frágreiðing síni óbeinleiðis til at fara varliga fram við hesum fiskiskapi. Tað er soleiðis, at eftir at japanarar raktu við tunfisk í føroyskum sjógvi, vóru beinanvegin fleiri føroyingar, sum søktu Landsstýrið um loyvi at fiska tunfisk. Men enn er einki slíkt loyvi givið. Guttormur Djurhuus sigur við Sosialin, at umráðandi er at fara varisliga fram. Vit vita lítið um hendan fiskin. Men tó so mikið, at øgiliga veiðitrýstið, sum er, hevur hjálpt væl til at minka Atlantshavsstovnin, fyri norðan, munandi. Bert her í landnyrðingspartinum er kanska ikki so yvirfiskað. Men veiðan er støðugt vaksandi. Til dømis hava bara japanarar yvir 100 skip liggjandi á hesum stovninum. Eitt annað, sum Guttormur Djurhuus vísir á, er, at verður veiðan ov stór, ávirkar tað beinanvegin prísin. Marknaðurin er í Japan og partvís USA, har nógvir japanarar búgva. Teir lata ógvuliga høgan prís fyri hendan fiskin, sum teir eta ráan. Guttormur Djurhuus nevnir einar 200 kr. kg., meðan europeiski marknaður bara letur umleið 25 krónur fyri kg. Eitt annað, vit eiga at hugsa um, áðrenn farið verður undir slíkan fiskiskap av álvara, eru tær stóru íløgurnar, gerast skulu. Nú er tað soleiðis, at verður fiskurin seldur á feskfiskamarknaðinum, skal hann sjálvandi vera í Japan innan ov langa tíð frá tí, hann er fiskaður. Í øðrum lagi skal hann frystast umborð. Hetta verður gjørt beinanvegin, og verður fiskurin frystur niður um 60°. Slíka útgerð hevur einki føroysk skip umborð. Og skal hann so flytast á marknaðin, er eingin bingja við slíkari frystiorku. Japansku skipini umskipa í móðurskip, sum koma til Las Palmas á Gran Canaria eftir fiskinum og síðan flyta hann til Japan. Eisini reiðskapurin er dýrur. Og eru føroysk skip ov illa útgjørd á einum øki til tunfiskafiskiskap, eru tey ov væl útgjørd á einum øðrum. Tað er soleiðis, at til hendan fiskiskapin verður øll skipssíðan nýtt. Og her eru øll tey føroysku skipini, at kalla, óegnaði. Tí tey eru øll yvirdekkaði. So alt í alt er vert at hugsa seg um, áðrenn farið verður undir slíkar íløgur til so stuttan, og kanska ivasaman, fiskiskap. Vita lítið Tunfiskurin gongur uppi í sjónum og kann broyta ferðingarmynstur, nær tað skal vera. Tunfiskurin livir av høgguslokki, svartkjafti og øðrum, sum ferðast uppi í sjónum. So alt eftir, hvar føðin er, er eisini tunfiskurin. Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at vit vita ógvuliga lítið um tunfiskin. Hetta er fyrstu ferð, tunfiskur er veiddur í føroyskum sjógvi, sigur hann. Og vit hava ongar stovnsmetingar ella kvotaavtalur. Fiskirannsóknarstovan hevur onga niðurstøðu sum so av hesum royndunum, verið hava í heyst. Hatta er ein stórpolitiskur spurningur, sigur Hjalti í Jákupsstovu. Allar metingar um tunfisk verða gjørdar í altjóða høpi, har føroyingar ikki hava luttikið. Sosialurin hevur áður tosað við føroyskan skipara, sum hevur verið við einum av hesum skipunum. Hann var eisini rættiliga ivasamur um, hvørt tað var rætt at gera stórar íløgur beinanvegin í ein so óvissan fiskiskap. Men eftir stendur, at Japanarar hava fiskað dýran fisk í føroyskum sjógvi og vilja fegnir sleppa at halda fram. Nógvir føroyingar vilja sleppa at fiska hendan fisk og hava søkt Landsstýrið um loyvi. Men enn er eingin avgerð tikin, hvørt umsóknirnar skulu gangast á møti. Schubert 200 ár Vestmanna Sangkór og Tórshavnar Kamarkór framføra Schubert - messu í Vestmanna t. 6. og í Havn t. 7. Desember Komandi vikuskifti verður høvi hjá vestmenningum og havnarfólki at hoyra messu nr. 2 í G-dur hjá Franz Schubert. Schubert varð føddur 1797 og doyr 1828 bert 31 ára gamal. Messan í G-dur, sum Schubert skrivaði bert 18 ára gamal, er nr. 2 av seks messum, og er eisini tann stytsta og hevur bert strúkarar og orgul í orkestrinum. Messan er í 6 pørtum, sum vanligt var: Kyrie eleison (Harri miskunna), Gloria in excelsis deo (Heiður veri Guð í tí hægsta), Credo (trúarjáttan), Sanctus (Heilagur er Harrin), Benedictus (Vælsignaður tann, sum kemur í navni Harrans) og Agnus Dei (Lamb Guðs, sum ber heimsins synd). Messan er skrivað fyri kór, soli og orkestur. Solistar eru Petra Iversen sopran, Graeme Rudd tenor og Ólavur Jøkladal bass. Tónleikarar eru strúkarar úr Føroya Symfoniorkestri og leiðari er Kári Bæk, sum í ár stjórnar bæði Vestmanna Sangkóri og Tórshavnar Kamarkóri. ...og jólakonsert Umframt Schubert-messuna, verður annað forvitnisligt at hoyra. Kamarkóri fer at syngja 2 Ave Maria: eftir spanska tónaskaldinum Tomas Luis de Victoria (1548-1611) og eftir russiska tónaskaldinum Sergej Rachmaninov (1873-1943). Vestmanna Sangkór syngur tveir sangir, sum danski kórleiðarin John Høybye hevur lagt til rættis fyri kór og ljóðføri: >>Maria gennem torne går<<, týskt vísulag og `iHeimsins frelsari er herî, lag úr miðøld. Felagskórið syngur eisini nakrar av okkara kendu advents- og jólasálmum. Konsertirnar verða í Vestmanna Kirkju leygardagin 6/12 kl 18.00 og í Vesturkirkjuni sunnudagin 7/12 kl 16.00. Slíkar konsertir eru ikki heilt ódýrar at fyriskipa, og takka vit: Vestmanna Kirkju, Føroya Sparikassa, Tórshavnar býráð, Mentunargrunni Føroya Løgtings fyri stuðulin. Í Vesturkirkjuni verður høvi at stuðla tiltakinum, við at lata eitt oyra aftaná konsertina. Framsýning í orðum og myndum - Í mínum arbeiði havi eg altíð havt til uppgávu at seta litir saman. Ofta arbeiði eg við strípum, og so fekk eg hug at loysa upp fyri teimum. Tað førdi til málningalistina, sigur 27 ára gamli Ova, sum framsýnir í Fútastovu hesa vikuna Mánadagin læt sermerkt listaframsýning upp í Fútastovu á Kongabrúnni í Havn. Tað er Ova, listamaður, sum bert vil nevnast við sínum listanavni í hesum sambandi, ið sýnir fram 13 málningar. Afturvið hesum hevur Ova skrivað 13 yrkingar, og saman við vinmanninum Terja Musell, ið hevur sett løg til yrkigarnar, hava teir spælt inn eina fløgu, undir heitinum "Sum^3 ,ið Plátufelagið Tutl gevur út. Tá fólk vitja á framsýningini, verður ein faldari útvegaður, sum nágreiniliga sigur frá myndum og tónleikinum, og hvussu hesir báðir lutir sita saman. Hyggur tú at einari mynd, er tónleikaútgerð tøk, sum leiðir teg á júst tað lagið, sum myndin hoyrir til. Myndirnar eru í alskyns dempaðum litum, samansettar í vatnrøttum og loddrøttum rípum, sum tilsamans mynda náttúru og bygdamyndir, sjógv og fjøll, alt eftir, hvørji eygu skoða verkini. Upprunaliga eitur Ova Robin Ova Tolfsen. Hann er 27 ára gamal og er útbúgvin tekstildesignari á Danmarks Designskole í Keypmannahavn. Útbúgvingin vardi fýra ár, men eftir hetta fór Ova til Finnlands at útbúgva seg víðari í Helsinki.. Ova býr í Keypmannahavn, har hann saman við fýra øðrum listafólkum hevur listaverkstað. Tvey teirra arbeiða innan glaslist, tvey sum tekstildesignarar og ein arbeiðir við málningalist. Listaverkstaðurin kallast "Supplerende Oplysninger^3. Tað sigur kanska okkurt um breiddina í arbeiðinum hjá ungu listafólkunum í Danmark. Hóast Ova bert er 27 ára gamal, so hevur hann longu fingið góðar uppgávur at arbeiða við. Hann fæst serliga við binding og vevarbeiði, men brúkar eisini tíðina at skriva yrkingar og tónleik. Á designaraskúlanum vóru tvær sergreinar, onnur var ætlað til design av hópframleiddum vørum og hin, sum kallast "Unika^3 , er ætlað fólki, sum arbeiða við listaligum uppgávum burturav. Ova gekk á "Unika^3 linjuni. Hann vónar, at hann frameftir fær møguleika at arbeiða sum listamaður, bæði í designyrkinum, men eisini sum málari og yrkjari. Fløgan "Sum^3, ið Ova og Terji hava spælt inn undir heitinum "Maður: Glotti^3 er at fáa á framsýningini og í plátubúðunum annars. Hon kostar 149 krónur. Framsýningin hjá Ova er opin allar dagar í hesi viku til og við leygardegnum frá kl. 15 - 19. Sláið Ring fingið nýggjan formann Sláið Ring, Landsfelag Føroyskum dansi at frama, hevði ársaðalfund leygardagin 15. november á Landsbókasavninum. Formaðurin hesi seinastu 5 árini, Regin Eikhólm, stóð fyri vali, men stillaði ikki uppaftur. Sum nýggjur nevndarlimur varð vald Julianna Joensen, Sandur. Nevndin hevur skipað seg við Regin Debess, Toftir, sum nýggjur formaður. Oddvør Johannesen, Dalur, heldur fram sum kassameistari og næstformaður meðan Julianna Joensen, Sandur, verður skrivari. Allir tríggir tiltakslimirnir vóru afturvaldir, og teir eru Árni Dahl, Tórshavn, Eli Poulsen, Sumba og Heini Mohr, Klaksvík. Sláið Ring hevur saman við mongum ørðum arbeitt miðvíst fyri at vinna kvæðamentan okkara heimarætt í skúlanum, og heimarætt fær okkara kvæðamentan í nýggju fólkaskúlalógini, sum fær gildi frá 1. august 1998. Í §8, sum er um kravd undirvísingarevni í hóskandi lærugreinum og á hóskandi aldursstigum, stendur sum punkt 1: Kvæðamentan, kvøðing/føroyskur dansur. Í hesum sambandi hevur nevndin í Sláið Ring sett eina >>Undirvísingarnevnd í Sláið Ring<<, sum skal kunna dugna skúlamyndugleikunum í fyrireikingini og vegleiðingum innan kravda undirvísingarevnið um kvæðamentan og føroyskan dans. Nevndin er longu farin til verka, og teir sum mynda nevndina eru Árni Dahl, Tórshavn, Jens Dalsgaard og Bynne Lamhauge Glyvrar, og Regin Debess, Toftir, allir lærarar við drúgvum royndum innan økið. Áhugin hjá ungdómi at dansa føroyskan dans er vaksandi, og á aðalfundinum var uppskot frá ungdómi í einum av okkara stóru dansifeløgum, um at fáa Sláið Ring at formidla kontakt millum ungdóm í teimum ymsu feløgunum, og gera tað møguligt at samla ungdóm (15-25 ár) úr øllum Føroyum til eitthvørt felags tiltak um føroyskan dans. Uppskotið fekk góða móttøku, og Sláið Ring átók sær at finna kontaktpersónar og at stuðla einum møguligum tiltaki. Eitt nýtt dansifelag, Dansiringurin við Høgadalsá, Kaldbak, er komið aftrat í Sláið Ring, so nú telur limaskarðin 16 dansifeløg. Útgávan av Føroya Kvæði, sum Sláið Ring hevur arbeitt við, er ikki endaliga avrádd enn. Sláið Ring er kunnað um, at Emil Thomsen hevur ætlanir um at útgeva >>Føroya Kvæði<< sum eitt 40 bind verk, harav 5 bind skulu koma út í 1998. Niðurstøðan á fundinum var tí, at Sláið Ring eigur at bíða eitt sindur enn, fyri at síggja hvussu leikur fer. Helvtin fer til rentur og avdráttir Tvøroyrar Kommuna hevur 16 miljónir at arbeiða við komandi ár. Tvøroyrar Býráð hevur samtykt fíggjarlógina fyri komandi ár. Men ikki kann sigast, at fíggjarliga støðan loyvir býráðnum at gera tær heilt stóru skreytirnar. Skattaprosentið verður eisini 23% komandi ár, kirkjuskatturin verður 0,25 % og barnafrádrátturin tann sami, 2.500 krónur. Kommunan fer at fáa 33,7 miljónir inn í kommunuskatti. Men táið barnadrádráttur o.a. er drigið frá, verður 30,7 miljónir eftir hjá kommuni at arbeiða við. Tað er ein lítil miljón meiri enn í fjør. Eftir fíggjarætlanini komandi ár, skal kommunan betala góðar 16 mió. í rentum og avdráttum og sjálvur raksturin fer eisini at kosta góðar 16 mió - tilsamans 32,2 miljónir Tað vil siga, at rentur og avdráttir fara við helvtini av pengunum. Fíggjarlógin fer sostatt at geva 2,5 miljónir í halli Í 1996 var hallið tvær mió. størri, so talan er um ein bati, hóast tað er ein dropi í havinum. Skuldin er 160 miljónir, tað er yvir fimm álíkningar. Á býráðsfundinum mánakvøldið lótu býráðslimir vita, at teir vóru ikki heilt tryggir við inntøkurnar komandi ár. Teir fýltist á, at Landsstýrið, uttan at spyrja nakran eftir, javnan tóku politisk stig, sum kostaðu kommununum pengar. Víst varð t.d. á, at gjaldið hjá kommununum fyri barnaansing er hækkað 5%, og nú varð stúrt fyri, hvat skattalættin til sjómenn fór at kosta. Komandi ár skal býráðið brúka eina góða miljón til viðlíkahald á havnir, vegir fara við tveimum miljónum, m.a skal asfalterast fyri 880.000 kr., nýggjar kloakkir og umvælingar kosta 250.000. Nýgerð og umvæling av vatnveiting kostar 400.000. Og tey trý feløgini, TB, kappróðrarfelagið og Snaran fáa 200.000 at býta Annars fer nógv tað mesta lógarfestar útreiðslur til skúlar, sosialmál og heilsumál. Áki Bertholdsen Tvøramenn samtyktu fyri aðru ferð at seyðurin skal úr býnum Samráðingar verða helst við hagapartarnar fyrst í komandi ári Nógv tvørafólk hava leingi ilskast inn á allan seyðin, sum gongur leysur í býnum, tí hann er til so stóran ampa. Hann er til vanda í ferðsluni, urtagarðar fáa ikki frið, og hann legst í túnini undir húsunum at kroka í ruskveðri. Og ikki minst ilskast fólk av at ganga og traðka uppií øllum tí, seyðurin avreiðir á vegir, gongubreytir og í túnini. Men nú kann sigast við toluligari vissu, at tvørafólk sleppa undan hesum trupulleika um ikki so langa tíð. Tí mánakvøldið samtykti býráðið nevniliga fyri aðru ferð, einmælt, at seyðurin skal beinast úr býnum. Fyrru ferð samtykti býráðið einmælt fyri einum ári síðani at friða býin úr Húsagarðsá har úti á Tvøroyri, til Myllá inni í Trongsivági. Og mánakvøldið varð samtyktin staðfest, og eisini hesuferð varð býráðið púra samt. Ikki alla kommununa Býráðið ger sær ongar vónir um at friða alt bygt øki í kommununi fyri seyð, tí hon er so víðfør, gongur líka úr Froðba til Øravíkar. Tað er heldur ikki vist, at allir býlingarnir vilja verða friðaðir fyri seyð. T.d. var ivast í, um áhugi yvirhøvur var fyri at beina seyðin burtur í Froðba, Øravík, og kanska aðrastaðni við. Býráðið er sinnað at finna lokalar loysnir, varð upplýst á fundinum. Men í fyrstu syftu er talan um at friða tað fjølbygdasta øki. úr Húsagarðsá inn til Myllá. Tað er økið av Sevmýru inn til landsvegin við elverkið. Talan er um 305.000 fermetrar, sum ætlanin er at friða. Hetta fer í fyrstu syftu at kosta kommununi ímillum 700.000 og 800.000 krónur í endurgjaldi til yvirliggjandi haga. Tí yvirliggjandi hagi hevur lógarfestan rætt til vetrarbit á undirliggjandi bøi, so endurgjaldi sleppur kommunan ikki undan. Býráðslimir upplýstu, at seinast teir vitstu, var endurgjaldið 2,50 krónur fyri meturin Væntandi verða samráðingar tiknar upp við hagapartarnar eftir ársskiftið. Afturat endurgjaldinum skal so betalast fyri stik og rulluportur, og tað verða nakrar hundraðtúsund afturat. Onkur býráðslimur helt, at hetta kundi blíva sera dýrt, tí helst fór hvør eigari at krevja portur inn til sín. ­ Og tað vita vit, verður kommunan kravd eftir portrum, verða tað ikki vanlig portur, sum skulu til.... Býráðið ætlar at fremja ætlanina um at friða býin fyri seyð uppá fimm ár. Býráðsformaðurin ávaraði býráðslimir um, at hóast seyðurin var ein plága fyri mong, fór hetta at gera teir illa dámdar mangastaðni. Tí tað er geitt, at verður seyðurin stongdur úti frá miðbýnum, fer hann onkra aðrastaðni at vera. Tvs, at seyðaplágan fer at verða uppaftur verri í summum býlingum í útjaðaranum, enn hon er nú.... Annars hildu býráðslimir, at nú var nóg mikið tosað um seyðin. Málið hevur ferið frammi og vent í 10-15 ár, so nú var at fara til verka, so nakað spurdist burturúr, hildu teir. Áki Bertholdsen Josef átti prúðasta veðrin Leygardagin var veðrasýning í Vági.Hetta er aðru ferð, sami veðrur fær virðisløn Leygardagin var veðrasýning í Vági við nøkrum av vakrastu veðrum og lombum í Suðuroynni, sum eru gjørdir til brund. Við á sýningin vóru einir 20 veðrar og brundlomb. Ógvuliga hóskandi var veðrasýningin í ullavirkinum, sum varð tikið í brúk henda sama dagin. Veðrar og lomb vóru úr Sumba, Vági, Porkeri og av Tvøroyri. Hvalba og Sandvík eru avbyrgd fyri ridluskriða, so haðani er ikki loyvt at føra seyð av bygd. Dómarar vóru Eliesar Poulsen úr Hvalba, Petur Karl av Rana úr Trongisvági og Frits Poulsen úr Sumba. Tað var fyrstnevndi sum tók stig til veðrasýningar í Suðuroynni. Tær fyrstu vóru í heimbygdini, Hvalba í 1994, men síðani eru Tvøroyri, Porkeri, Vágur og Sumba komin uppí. Eliesar Poulsen sigur, at hann hevur sæð stóra framgongd í seyðinum, síðani farið varð undir veðrasýningarnar. ­ Tað er stórur munur á, at menn eru farnir at gera sær størri ómak, táið teir gera brundar, og tað sæst aftur á lombunum, sum koma, sigur hann. Hann sigur, at serliga hevur hann sæð framgongd viðvíkjandi beinunum, at brundarnir hava fingið sterkari bein og standa betri. Men eisini er týðiligt, at ullin er blivin betri. Eliesar Poulsen sigur, at stórur dentur verður lagdur á, at brundarnir hava góð bein. ­ Eru beinini vesalig, og standa teir ikki væl, er størri vandi fyri, at klára seg ikki, so vandin fyri brundsviki verður størri. Annars leggja teir m.a. stóran dent á, táið teir døma, hvussu seyðurin er skaptur, um hann hevur sterkan rygg, hvussu ullin sær út, at ikki ov nógv broddur er í og at hon ikki er ov opin, og at hornini eru góð, at tey t.d. ikki veksa inn í høvdið. Josef átti tann besta Á sýningini í Vági fekk Josef Midjord úr Vági 1. fyrstu virðisløn fyri ein tvævetur veðr. Hetta er aðru ferð, hann fær 1. virðisløn fyri sama veðrin. Eliesar Poulsen sigur, at hetta er ein hendinga vakur og góður seyður, og hartil er hann av allarstørstu veðrum yvirhøvur. 2. virðisløn fekk Dánjal Johannus Petersen í Porkeri og 3. virðisløn fekk Jens Heri Jacobsen í Sumba. Á brundsýningini á Tvøroyri fekk Rólant Sørensen 1, virðisløn, Hallur Jacobsen fekk 2. virðisløn og Ásmund Bærendsen fekk 3. virðisløn. Í Hvalba fekk Jens Chr, Hentze 1. virðisløn, Bárður Willumsen fekk 2. virðisløn og Eliesar Poulsen fekk sjálvur 3. virðisløn. Eliesar Poulsen sigur, at skuldi hann valt tann vakrasta seyðin av øllum, hevði hann heilt avgjørt givið veðrinum hjá Josef Midjord 1. virðisløn. Men tað vakrasta lambið heldur hann var tað hjá Jens Chr. Hentze, men hesin sami Josef Midjord eigur eisini eitt hendinga gott lamb, sum hann heldur, hann hevði givið 2. virðisløn. Úti á leysum oyggjum Bók eftir Marionnu Debes Dahl Úti á leysum oyggjum er endurminningar hjá høvundanum tey fyrstu 16 árini, 1946-1964. Vit fylgja henni fyrst á bygd og sjúkrahúsi í Danmørk, tá ið hon er smábarn, men mest í Havn og inni í Kaldbak, til hon 12 ára gomul fer á kostskúla í Danmørk. Bókin endar við, at hon siglir út av Havnarvág á veg til USA. Umframt at geva eina frálíka, brotakenda tíðarmynd, er bókin fyrst og fremst søgan um eina viðkvæma gentu, ið veksur upp og búnast við teimum spurningum, gleðum og sorgum, sum ungdómar til alla tíð fara at dragast við. Hjá henni fáa barnaárini, ið ikki hava verið so sorgleys altíð, ein brattan enda, tá ið hon skilir, at vaksnamannaheimurin er ikki altíð soleiðis, sum tað sýnist... Brádliga skilir hon sumt, sum hevur pínt og órógvað, men sum hon ikki hevur dugað at sett orð á. Og eins og hon munnu nógv onnur ung hava upplivað nakað tað sama - og gera tað enn. Tí fara hesar avbera væl skrivaðu endurminningarnar at geva afturljóð hjá nógvum lesarum, hóast tær sum vera man eru ógvuliga persónligar. Frásøgnin er sonn og sterk, men hóast trupul viðurskifti verða umrødd, eru nógv leikandi løtt brot um eydnuríkar løtur saman við familju og vinfólkum. Marianna hevur lætt til láturs, og kæti stingur seg eisini upp í heilum. Úti á leysum oyggjum er løtt lisin og hugtakandi bók, bæði hjá ungum og eldri. Hon er 292 bls. og kostar kr. 198. Olivur við Neyst hevur lagt permuna til rættis, sjálv myndin er foto av málningi, sum Ingálvur av Reyni hevur málað. Pf. Einars Prent hevur umbrotið, prentað og heft bókina. Útgevari er Bókadeild Føroya Lærarafelags. Dunnaldur gleðir seg til jóla Nýtt hefti komið út Fyrsta jólabókin um Dunnald og øll í Dunnuvík, Dunnaldur & tey á jólum, er komin. Søgurnar, ið eru skrivaðar og teknaðar av ymiskum fólkum, hevur Pauli Nielsen týtt úr enskum. Fyrsta søgan, ið eisini er hin longsta, hevur Ron Fernandez teknað og Pat Block skrivað. Søgan eitur: Ov sein á ólavsøku, og her hitta vit fyri fyrstu ferð Klossmund og gívrina Glantru í føroyskum blaði. Annars er høvuðspersónurin sum vant Dunnaldur, ið hevur sett sær fyri at vinna kappingina um at hava tey vakrastu húsini á jólum. M.a. hevur hann keypt 3.876 el-perur at prýða sær húsini. Men Dunnaldur veit, at tað er ikki lætt at vinna, tí at ein grannin er sjálvur Gulfinnur Gorront - og hann plagar jú at vinna uttan at rætta hond frá síðu. Men so kemur gívurin Glantra at vitja, hon ætlar sær á ólavsøku, men hevur mist dagaskil, og nú kann alt henda... Nú er stund at gleða seg, er gomul Barks-søga. Upprunaliga var ætlanin, at hon skuldi verða prentað í Walt Disney's Comics & Stories, men hon varð vrakað, tí hildið varð, at hon var ov ógvuslig, ov nógvur harðskapur - og so jólaaftan... Í dag er hetta lítið av miklum. Men í stuttum er søgan henda, at Dunnaldur setur sær fyri at gera sum í gomlum døgum og fara út at syngja fyri fólki at gleða tey. Men tey eru ikki mong, sum dáma dunnusangin, og pásettligur, sum hann nú er, gerhann av at fáa størsta tvørballið í býnum, grannan Knarrvald, í jólahýr. Dreingirnir royna at muta ímóti, men har er onki at gera, hettam á fáa ein ringan enda... Tað er verri vorðið við jólahýrinum hjá Dunnaldi sjálvum í søguni: Køld jól, sum Jack Sutter hevur skrivað og Tino Santana teknað. Her er tað hann, sum leikar í og skeldar, tá ið fólk syngja jólasangir og banka upp á dyrnar at biðja um pening til tey fátæku á jólum. Hann leikar so í, at hann steingir seg úti, og tá ið hann noyðist at bróta inn aftur hjá sær sjálvum, meldar grannaverndin hann til politiið... Síðstu søguna: Máti skal vera við eigur Daniel Branca. Her eru tað Dinni, Danni og Dunni, ið taka sær um reiggj, tá ið teir varnast, at høvuðsgøtan í Dunnuvík, Víkarvegur, er ikki pyntað. Býráðið hevur ikki ráð at pynta í ár, tí royna teir fyrst at fáa ommubeiggjan, Gírik McGvagg at gera tað. Tá ið hann sigur nei, fara teir í staðin til hin ríka mannin í Dunnuvík, Gull-Ívar Tinnustein, sum fegin vil vísa rætta jólasinni og lovar at pynta miðbýin. Hetta vil Gírikur ikki lata sita á sær, at Gull-Ívar skal vísa størri jólasinni enn hann, og so verður Dunnuvík pyntað í ólukkumát... Dunnaldur & tey á jólum, Nr. 1, er 56 bls. í litum og við stívari permu. Spf. Gramar stóð fyri prentgerðini og bókin kostar kr. 75 í bókhandlum og stórum kioskum - men tú mást skunda tær, tí fyrsti árgangur, nr. 1, av bløðum um Dunnald Dunnu verða vanliga nógv eftirspurd og skjótt uppseld... Randi Jacobsen Teir ákærdu søgdu einki Annar maðurin mintist einki, og hin nokataði at úttala seg um ráa yvirfallið, teir eru ákærdir fyri at hava framt í Klaksvík í vár Tað gekk illa hjá Føroya rætti í gjár at koma í gongd við revsimálinum, har tveir ungir menn eru ákærdir fyri eitt serliga rátt yvirfall í Klaksvík 26. mars í ár. Tá rættarfundurin skuldi byrja kl. 10, var hvørgin møttur, men løtu seinni kom annar. Fundurin varð settur, og hesin 25 ára gamli maðurin, sum gongur á HF í Klaksík, varð avhoyrdur. Hetta var tó ikki nøkur drúgv avhoyring, tí maðurin mintist so lítið frá mikunáttini 26. mars. tá hann hevði koyrt runt í býnum saman við hinum ákærda. Hann mintist hvørki, nær hann varr farin í bilin, ella hvar teir høvdu koyrt, hvørjum klæðum hin var í ella annað. Sovnaðu í bilinum Hann hevði drukkið, áðrenn hann fór í bilin, og biltúrurin endaði á Helnabrekku, har teir báðir settu seg at drekka og sovnaðu í bilinum. Út á fyrrapartin var pápi hin ákærda komin og hevði deilt hann fyri at hava koyrt fullur og var farin við billyklunum. Politiið broytti støðu Síðan kom politiið, og ein politistur bað fyrst henda mannin fara, men so broytti politiið støðu og handtók teir báðar. Tann ákærdi segði seg ongantíð hava sæð mannin, sum var offur fyri harðskapinum. Hann noktaði seg sekan í ákærunum. Rætturin visti, at hin ákærdi, ein 26 ára gamal maður, var í Havn, so farið varð eftir honum. Tá hann umsíðir kom, vildi verji hansara fyrst tosa við mannin, og tá tann samrøðan var av, gjørdi verji hansara rættinum greitt, at tann ákærdi als ikki vildi úttala seg um hendingina, ið hann áður yvirfyri politinum hevur noktað seg sekan í. Nú vildi hann ikki siga, um hann viðgekk ella noktaði seg sekan. Tað einasta hann vildi siga var, at hann í vár gavst á HF í Klaksvík aftaná tilburðin, orsakað av fólkatosinum, og nú er hann farin til Havnar at fáa sær útbúgving. Toldi ikki at drekka Hann segði eisini, at hann nakrar ferðir hevur gjørt ymist skeivt, og hann sá nú væl, hvussu býtt tað var. Men nú hevði hann broytt kós. Hann hevði lagt av at drekka, tí hann sá, at tað gekk fyri hjá honum, tá hann drakk. Síðan hendingina í mars mánaði hevði hann ongantíð drukkið, segði hann. Teir báðir menninir eru ákærdir fyri náttina 26. mars í ár at hava tikið ein mann upp í bilin í Klaksvík og koyrt hann í bagagurúmið. Sambært ákæruritinum koyrdu teir út í grótbrotið við manninum, hølvaðu hann av við at sláa og sparka høvdið og kroppin á manninum. Síðan varð maðurin aftur koyrdur í bagagurúmi, og kl. hálvgum fimm um morgunin varð hann tveittur úr bilinum. Lá á sjúkrahúsi í ein mánað Tann bukaði maðurin breyt fýra rivjabein og fekk blóðhóping við annað eygað. Aftaná fekk hann lungnabruna og lá fyrst á Klaksvíkar sjúkrahúsi og síðan á Landssjúkrahúsið í ein mánað. Maðurin hevur sett fram eitt minni endurgjaldskrav móti teimum báðum ákærdu. Seinnapartin skuldi rætturin avhoyra vitnini í málinum. Eyðun Klakkstein Teir fara at fjakka Fimm ung føroyingar fóru í gjár undir fjakkaraferð til Suðuramerika Ævintýrhugurin og longsulin eftir at uppliva fremmand og fjarðskotin lond hevur fingið nógvar føroyingar á ferð kring heimin, og í gjár fóru fimm ungir føroyingar á fjakkaraferð til Suðuramerika. Ungu føroyingarnir ætla sær at vitja lond í Suðuramerika, og gongst sum ætla, verða teir ikki heima aftur fyrr enn einaferð í mai mánaði næsta ár. Teir fimm eru Theodor Olsen, Dánjal Hoydal, Magnus Samuelsen, Sveinur Rasmussen og Mads Hoydal, og mándagin høvdu vit Theodor Olsen í telefonini úr Keypmannahavn, har teir steðgaðu á, áðrenn leiðin varð løgdu suður um ekvator tíðliga gjáramorgunin. - Vit flúgva fyrst til Rio í Brasil og verða har í einar tríggjar dagar. Síðani er ætlanin at leggja leiðina til Buenos Aires í Argentina, og har frá ætla vit so at ferðast norðureftir aftur. Spart saman Teir ætla at vitja lond sum Bolivia, Peru Ecuador, og verður kjansur til tað eisini Cuba og Jamaica, har teir ætla at enda fjakkaraferðina. - Eg og Dánjal (Hoydal) hava tosað um at fara á hesa ferðina síðani 1995, tá vit gingu í Hoydølum, og seinasta hálvtannað árið hava vit spart pengar saman. Nú er ferðin vorðin veruleiki, og vit eru vorðnir til fimm, sum fara at ferðast saman, greiður Theodor Olsen frá. Hví valdu tit at fara júst til Suðuramerika? - Vit hugsaðu sum so, at tey flestu, sum fara á slíkar ferðir, fara eystureystur, og tí høvdu vit líka so góðan hug at fara til Suðuramerika. Og líka síðani vit av fyrsta tíð fóru at tosa um hetta, hevur tað verið ein dreymur at sleppa avstað, sigur Theodor Olsen. - Eg havi ongantíð áður verið í Suðuramerika, so tú kanst ætla, at eg eri spentur til at fara at ferðast har og uppliva tey ymsu londini. Kunnu bróta ferðina av Dánjal Hoydal, sum er ein annar av teimum fimm í ferðalagnum, hevur ivaleyst hoyrt nógvar søgur um Suðuramerika, tí pápi hansara er Gunnar Hoydal, og hann hevur búð í Ecuador. Hetta er eisini eitt land, sum teir fimm ætla sær at vitja. - Vit ætla at búgva á hotellum at byrja við, til vit rættiliga eru komnir á lagi við at fjakka. Síðani gista vit á vallaraheimum og hjá fólki, sum vit ætla okkum at vitja, sigur Theodor Olsen. Í Bolivia er ein føroyskur skúli, sum er úrslit av Norrønum Dagsverki, og har vita teir um fólk, sum hava við Føroyar at gera, og sum teir ætla sær at vitja. - Gongst sum ætla verða vit ikki heima aftur í Føroyum fyrr enn í mai mánaði, men tað veldst sjálvandi um hvussu vit trívast, og hvussu verður við pengum. Vit kunnu so altíð bróta ferðina av, hava vit ikki hug til at halda fram, sigur Theodor Olsen. Theodor Olsen og Dánjal Hoydal hava gjørt ymiskt freelance arbeiði fyri Sosialinum farnu tíðina, og teir ætla eisini at lata frætta frá sær gjøgnum blaðið. Um ikki so langa tíð vóna vit at fáa fyrstu skrivaðu orðini frá teimum á teirra spennandi ferð til Suðuramerika. Minningarorð Nú alheims-handikappdagur er 3. des., minnast vit Karin Margrethu Joensen-Næs við takksemi. Karin Margretha Joensen-Næs Karin Margretha var MBF, og við henni er ein partur av søguni hjá MBF komin at enda. Hon var ein av teimum fáu, sum áhaldandi hevur verið virkin í MBF, síðan tann dag MBF varð stovnað í 1981. Í 1980 sendi ST út boð um allan heim, at árið 1981 skuldi útnevnast til Ár teirra brekaðu. Boðini komu eisini til Føroya Landsstýri, og Claus Herman, sum tá var leiðari av Almannastovuni, fekk málið at umsita. Hann sendi brøv til øll táverandi feløg fyri brekað her á landi við hesum boðum og eini áheitan um at taka stig til á onkran hátt við tiltøkum at markera árið eisini í Føroyum. Stutt eftir kallaði Javni inn til fund á landsbókasavninum. Umboð fyri tey 6 virknu feløgini møttu: Javni, Blindafelagið, Deyvafelagið, Sclerosufelagið, Bjørg og ÍSB. Tey samdust um at fara til verka, og ein arbeiðsætlan varð løgd. Sum øll vita, so gjørdust hetta eitt megnar tiltak, ið vit øll eiga at fegnast um. Karin Margretha, sum tá hevði eitt 1/2 dags starv sum skrivari hjá felagnum Bjørg, varð biðin um at taka sær av at samla tað skrivliga tilfarið frá øllum arbeiðsbólkunum, ið settir vóru. Hon kom soleiðis at verða eitt samlandi og bindandi lið frá fyrsta degi. Feløgini arbeiddu so væl saman, at tey skjótt fóru at tosa um, at hetta samstarvið átti at halda áfram, og at eitt meginfelag átti at verið stovnað. Tey umráddi seg ikki leingi, tí í sjálvum handikappárinum, meðan alt virksemið enn var í gongd, varð stovnandi aðalfundur hildin á Skúlanum á Trøðni, ST-dagin 24. oktober 1981. Feløgini vóru øll samd um, at nýstovnaða meginfelagnum var ikki lív lagað, um ikki ein skrivstova og ein skrivari var at umsita arbeiðið, og at Karin Margretha var sjálvskrivað til hetta arbeiðið. Karin Margretha var vællærd. Eftir at hava fingið studentsprógv í 1951 fór hon til Danmarkar at útbúgva seg til korrespondent í enskum, týskum og fronskum. Heimafturkomin starvaðist hon sum skrivari ymsastaðni til hon tók við skrivarastarvinum í MBF. Valið av skrivarinum var heppið. Karin Margretha hevði tann neyðuga fakliga kunnleikan, ið skal til fyri at halda fast um tað grundleggjandi arbeiðið. Tað er neyðugt, um ein greið og miðvís linja skal verða at síggja, og tað er neyðugt og verður avgerandi, um ein felagsskapur skal síggjast aftur í samfelagnum. Vansin í slíkum felagsarbeiði er jú tann, at tað altíð vera nógv fólk, som koma og fara í nevndararbeiðinum, og um tá ikki ein er, ið kann halda saman um, kann skjótt nógv av tí longu gjørda arbeiðinum detta niðurímillum og byrjast skal ov ofta av nýggjum. Karin Margretha hevði ofta á munni, at arbeiðið var trupult. Tað trupla liggur í, at arbeiðið vit fáast við er sprottið úr einum tørvi um hjálp og mangan úr neyð. Hetta kann gera at mál á fundum mangan verða meira kensluliga viðgjørd enn sakliga. Karin Margretha, sum var professionel í sínum arbeiði, dugdi væl at síggja henda veikleikan, men hon hevði samstundis so stóra eyðmýkt yvirfyri teimum fólkum, ið komu >>beint inn av gøtuni<< við øllum sínum góða vilja, at hon lat øll sleppa framat við øllum tí, tey høvdu uppá hjarta uttan at leggja ov nógv uppí og royndi so heldur at fáa tað besta burturúr í sínum fundarútskriftum. MBF hevði eisini ein stóran týdning fyri Karin Margrethu, og tað kunnu vit vera glað fyri. Hon visti eisini frá egna lívi, at nógv foreldur og húsarhald kunnu gerast so illa fyri, at tey mugu finna onnur menniskju at tosa við, um tey ikki skulu bukka undir. - Menniskju, sum av egnum royndum vita og skilja, hvat ein tosar um. Karin Margretha dugdi at tosa við fólk við trupulleikum. Rættiliga ung kom hon út fyri, at sjúka og brek gjørdust ein partur av hennara gerandisdegi, og okkara samfelag er enn ikki so framkomið, at tað bara er ein partur av gerandisdegnum, men so sanniliga eisini ein kampur í gerandisdegnum. Hóast hetta so lá hennara partur ikki eftir í arbeiðinum fyri fólk við breki. Okkara tankar eru ofta hjá tykkum Osmundi, Dagmar, Jón, Martin, Ellinti og Elisabeth, ið hava mist so nógv. Æra verið minni um Karin Margrethu. Starvsfelagarnir í MBF Trífløga við sálmum hjá Regini Dahl Tað skerst ikki burtur, at Regin Dahl er okkara virknasti komponistur. Løg hansara eru so einføld og upprunalig, at tað t.d. ber illa til hjá okkum at hugsa, at lagið til ta bláu dukkuna ella til kamferkistuna einaferð bert vóru til í huga hansara. Vit hava lyndi til at halda, at tey altíð hava verið til eins væl og Nólsoyggin ella Enniberg. Men tað sum fá hava havt kunnleika til, er at Regin eisini er ein framúrskarandi sálmakomponistur. Í fyrsta bindi av Atlantsløgum, sum kom í fjør, hevur Marianna Clausen skrivað niður ein hóp av sálmaløgum, sum Regin hevur gjørt, og tey flestu av teimum eru púra ókend. Hetta vakti slíkan ans, og ynski er komið fram um at fáa høvi til at hoyra tær upptøkur, sum liggja til grund fyri hesum niðurskrivingum, og er tað so heppið, at upprunaupptøkurnar eru til. Tær vórðu tiknar upp í tíðarskeiðinum frá 1973 til 1977 í einum studii í Keypmannahavn. Táverandi formaður í Mentunargrunni Studentafelagsins Niels á Velbastað skipaði fyri upptøkunum, og hava bondini síðani verið væl goymd á Fróðskaparsetrinum. Nú eru upptøkurnar so flutt yvir á nýggjari miðlar, og tað var í tøkum tíma, tí tað vísti seg at tíðarinnar tonn eisini hevði gnagað tær, og vóru tær um at farast. Men flytingin eydnaðist, og nú hevur Stiðin gjørt eina trífløgu við sálmum, har Regin syngur og sjálvur hevur undirspæl við klaveri. Allir sálmarnir eru prentaðir í Atlantsløgum, men teir nógvu eru eisini prentaðir í føroysku sálmabókunum. Tveir av sálmunum eru danskir, og eru teir at finna í Salmebog for Kirke og Hjem. Serliga tey ungu hava ynski um at sálmasangurin verður endurnýggjaður, og nú hava tey nakað at arbeiða við. Hetta er tann fyrsta føroyska trífløgan. Sálmarnir eru 49. Kápumyndina á fløguni hevur Zacharias Heinesen gjørt. Lay-out arbeiði hevur Gramar á Velbastað gjørt, og tøkni er tað W.R.R.-studio sum hevur avrikað. Trífløgan Sálmar hjá Regin Dahl fæst í øllum plátubúðum og kostar 250 kr., ella bert 83 kr. fyri hvørja fløgu. Stiðin Eirkur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Nú ber ikki til ósæddur at órógva við telefonini Føroysku telefonfelagarnir fáa nú fleiri nýggjar tænastur. Ein nýggj tænasta er, at tú kanst síggja nummarið hjá tí, ið ringir til tín Nú ber ikki til - óuppdagaur - at gera telefonballadu... Telefonin hjá Óla ringir, og hann óttast, at tað er hon sjálv, sum ongantíð gevst at meyla. Men hann kann ikki bara sær, og hvør er so í horninum? Jú, sjálvandi er tað hon. Telefonin hjá Ásu hevur í fleiri kvøld ringt og kimað, men hvørja ferð hon tekur hana, so er annaðhvørt eingin í hinum endanum, ella grínur onkur býtt. Hon er ótrygg og hveppist við, hvørja ferð telefonin ringir. Soleiðis lýsir Telefonverkið hesar trupulleikar í blaðnum, >>Tráðurin<<, sum næstu dagarnar verður borið í hvørt hús. - Men í næstum verða hesir trupulleikarnir ikki til longur, sigur Telefonverkið. Øll tey, sum eru knýtt at digitalsentralum og sum keypa sær eina serliga telefon, kunnu tá fáa eina tænastu frá Telefonverkinum, sum eitur >>vís-nummarið<<. Við tænastuni sært tú nummarið hjá tí, sum ringir, áðrenn tú lyftir hornið. Somuleiðis sært tú, hvør hevur ringt, meðan tú hevur verið úti. Tænastan kostar tað sama sum eitt nú >>sperr við loynitali<< ella >>víðaristilling<<. Tað verður kortini ikki gjørligt at síggja nummarið hjá teimum, sum hava loyniligt nummar. Onnur tænasta, sum telefonverkið fer at bjóða kallast >>Notering<<. Telefonverkið sigur, at eitt tað mest troyttandi er at spilla tíðini við at ringja til fólk, sum í heilum eru bundin í telefonini. Í næstum kunnu fólk, sum eru knýtt at digitalsentralum, biðja Telefonverkið um nýggju >>noteringstænastuna<<, og sostætt sleppa undan hesi tíðarspillu. Er viðkomandi bundin, sum tú ringir til, skalt tú bara trýsta á >>5<<, og so ringir telefonin hjá tær, tá viðkomandi leggur á. Tá tú so tekur hornið, ringir telefonin av sær sjálvari til tann, tú skalt hava orðið á. Lutakastið til steypakappingina í hondbólti verið Hondbóltur: Bæði hjá kvinnum og monnum skulu 1. deildarlið spæla móti hvørjum øðrum Mánadagin var lutakastið til triðja umfar í steypakappingini í hondbólti. Seinastu dystirnir í øðrum umfari skuldu spælast í seinasta lagi í vikuskiftinum, og nú (næstan) greitt er at spæla fjórðingsfinalurnar er seinasta freist til at fáa avgreitt dystirnar 17. desember. Hjá monnum skulu tvey av 1. deildarliðunum spæl móti hvørjum øðrum. Tað eru H71 og Neistin, sum eru drigin til ein av teimum fýra dystunum. Annars verður spælt soleiðis: Kyndil I-Kyndil a III, Vinnari H71 III/GÍ III-Vinnari VÍF I/VÍF III, og Neistin III-StÍF I. Hjá kvinnum gjørdist ein av dystunum eisini millum tvey 1. deildarlið, og tað eru Kyndil og GÍ, sum hittast tí dystinum. Hinir dystirnir eru: Kyndil a III-StÍF I, VÍF II-Neistin II, og NSÍ II-Neistin I. Verjið føroysk áhugamál Kravið um at nýta føroyskar havnir, tænastur og flogvøllir verður tilskilað í komandi oljulóggávu er rímuligt og eigur at verða soleiðis. Í Degi & Viku hóskvøldið hoyrdu vit framsøgumenn hjá SAGA og PHILLIPS taka undir við hesum treytað av, at vit eru kappingarførir. Tað er eyðsýnt, at vit royna at laga garð um tað, sum er føroyskt og verja okkara áhugamál eins og norðmenn hava gjørt. Hetta er okkara samfelag, okkara olja og okkara treytir. Take it or leave it! Vit mugu ikki gloyma proportiónirnar. Vit, 45.000 sálir, kunnu ikki kappast á jøvnum føti við 350 mió. av fólki, sum EU er í dag. Eg haldi, at altjóða oljuvinnan skilir og respekterar hetta. Hugaligt er, at tvørámenn leggja til brots og royna at fáa ein basa upp at standa. Fáa teir hetta í lag, vil hetta uttan iva eisini hava eitt positivt árin á ætlanir okkara, um at fáa Sandoynna við í framtíðar føroyska oljusamfelagið. Nú er ikki at ganga í smáum skóm, her verður nokk til allar vinnur. Tórur Johannessen Rúna Sivertsen og javnstøðulógin Las viðmerkingarnar hjá Rúnu Sivertsen í Dimmalætting leygardagin 29.11.97. Allarfyst má eg siga, at eg eri ikki samd við Rúni Sivertsen um, at javnstøðulógin er ein niðurgering av føroysku kvinnuni. Rúna Sivertsen nevnir at kvinnur í dag hava høvi til at arbeiða úti og at útbúgva seg á øllum økjum. Hon leggur aftrat, at hetta er komið heilt náttúrliga, so hvørt sum tíðin er búgvin til tess. Eg fari at spyrja Rúnu Sivertsen. Hvør heldur tú skal avgera nær hetta er náttúrligt og at tíðin er búgvin? Veitst tú, at orsøkin til, at vit í dag halda tað vera náttúrligt at kvinnur hava sama rætt og møguleika til útbúgving er, at tað einaferð, og tað er slettis ikki so langt síðani, vóru nakrar kvinnur, (kalla tær bara reyðsokkar um tú vilt) sum settu krøv og stríddust fyri at fáa sama rætt til útbúgving sum menn? Helst hava mong hildið hetta verið ónátúrligt tá. Nú situr tú sjálv sum umboð á tingi. Hetta haldi eg verða heilt náttúrligt og tú sjálv væl saktans eisini. Men veitst tú, at tað er so ógvuliga stutt síðani at kvinnur í heila tikið fingu atkvøðurætt? Veist tú, at vit fingu henda rættin, tí at kvinnur tordu at seta krøv og í meira enn hálva øld hildu á at stríðast fyri javnrættindum? Neyðugt var sjálvsagt at lógarfesta hesi rættindi. Eins neyðugt sær tað út til í dag at hava javnstøðulógina. Hevur tú fylgt bara eitt sindur við í setanini av almennum nevndum, veitst tú, at her sær ikki út til at tað enn er >>náttúrligt<< at velja kvinnur í nevndirnar. Inga Ellingsgaard Opið bræv til Kristian Magnussen frá MBF bólkinum >>sálarlig brek<< Til Kristian Magnussen, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum Tinganes 100 Tórshavn Viðv. afturlating av Pensionatinum Aftaná at Sinnisbati hevur sent fleiri skriv, og enn onki hevur hoyrt aftur, loyva vit undirritaðu feløg enn einaferð at vísa á skeivleikan í avgerðini at lata aftur Pensionatið á Eirargarði 4. Bólkurin >>sálarlig brek<< eru feløg undir MBF, og átala vit harðliga hesari avgerð, ið kann verða til óbótaligan skaða fyri búfólkini, um tey verða flutt á psykiatriskar deildir á LS, vegna fíggjarligar sparingar. Í ST reglunum stendur at eitt og hvørt land eigur at tryggja sær, at menniskju, ið bera brek, verða vird, sum fólk flest. Búfólkini á Pensionatinum er ónøgd við støðuna, og kann hetta væl verra um teirra sjúku eisini. Tað undrar okkum stórliga at frætta at ráðini Ráðið fyri brekað Ráðið fyri Sjúkrahúsið ikki eru spurd til ráðs, áðrenn slík avgerð verður tikin. Enn einaferð heita vit inniliga á landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum um nú í seinastu løtu at taka hetta mál upp í álvara, og spyrja seg sjálvan, hevði eg viljað fingið eina slíka viðferð. Vónandi verður Pensionatið á Eirargarði 4 ikki stongt. Um spurningar eru og vit kunnu hjálpa, eru tit vælkomin at ringja til eitt av niðanfyri standandi feløgum. Blíðar heilsanir, Sinnisbati MBD/DAMP Autistafelagið Javni Sjúklingafelagið Avrit sent: Sjúkrahúsráðnum Ráðnum fyri brekað Sjúkrahússtjóranum Pensionatinum Fyristøðukvinnuni á psyk. d. Yvirlæknunum á psyk. d. Sjúklingafelagnum Føroya Løgtingi M.B.F. Rættleiðing til lesarabræv í Sosialinum leygardagin 29. nov. Eg var við á skúlabarnaferð í 1938, men búði ikki á Selatrað, sum har stendur, men í Sumba, har pápi mín var lærari. Hann var leiðari av skúlabarnaferðini og tað er hann, ið hevur skrivað um ferðina, sum Erling Poulsen hevur í bók síni. Somuleiðis hevur pápi mín eisini skrivað um dansiferðina í 1927. Hetta stendur í Varðanum, 9. bind. Erling hevur >>gloymt<< at viðmerkja hvør skrivað hevur. Vinarliga Fríðbjørg Poulsen f. Pedersen Sámal Petur í Grund fingið sekkin frá løgmanni Handfaringin av undirsjóvartunnilsmálinum hevur verið so út av lagiu og í stríð við arbeiðið hjá samgonguni, at løgmaður hevur gjørt av at koyra Sámal Petur í Grund sum landsstýrismann. Sámal Petur í Grund er ikki landsstýrismaður longur. Hann fekk mánakvøldið 1. desember at vita frá Edmund Joensen, løgmanni, at hann er settur frá sum landsstýrismaður. Orsøkin til at Sámal Petur Grund hevur fingið sekkin er m.a. tann mátin, sum hann hevur handfarið ætlanina um at gera ein undirsjóvartunnil um Vestmannasund uppá. Sámal Petur í Grund sigur við Sosialin, at hann heldur seg ikki hava gjørt nakað skeivt í hesum máli. Hann hevur verið á kanningarferð í Íslandi og á mánadagsfundinum í Tinganesi herfyri greiddi hann frá málinum. Tað, sum síðani er farið fram, er flest øllum kunnugt, tí fjølmiðlarnir hava kunnað um gongdina í málinum um tunnil um Vestmannasund. M.a. kom fram, at málið fór at verða lagt fyri tingið skjótt. Í uppsagnarbrævinum, sum vit prenta her, verður sagt, at orsøkin til uppsøgnina er arbeiðshátturin. Uppá fyrispurning um samgonguni er langt lív lagað, nú fyrst javnaðarflokkurin er farin út vegna samstarvstrupulleikar, at løgmaður hevur hótt við nývali og at ein landsstýrismaður nú verður koyrdur, sigur Sámal Petur í Grund, at løgmaður tykist brenna allar brýr rundan um seg. Hvør lagnan er hjá Sámal Petur í Grund eftir hetta er óviss, menn hann sigur, at hann altíð hevur havt stóran áhuga fyri politikki og ætlar hann ikki at gevast. Men um tað verður sum grasrót ella sum tingmaður tað verður so veljarin at gera av. Hvat fer Sámal Petur í Grund at gera nú! -Eg fari fyrsta at hugna mær saman við familjuni. Tað er nakað, sum tey verða fegin um, tí nógv av tíðini fer til arbeiðið. Síðani vil tíðin vísa, hvat verður av øðrum. Nýggi blokkurin komin undir land Ein arbeiðsbólkur av embætisfólkum í Føroyum og í Danmark, hava seinasta hálva árið arbeitt við nýggjum uppskoti um áseting av blokstuðlinum, sum skal galda frá 1999 og frameftir Higartil í ár hava bert verið embætisfundir um blokkstuðulin, og tær samráðingarnar eru um at verða lidnar, sigur Rúni Joensen, løgmansfulltrúi. Sambært avtaluni millum donsku stjórina og Landsstýrið frá november 1994, varð avgjørt at ein embætisbólkur skuldi setast at kanna skipanina og koma við uppskoti um, hvussu blokkurin frameftir skuldi myndast. Hetta er arbeiði av tekniskum, ópolitiksum slag, har bólkurin skal áseta metingarstøði fyri, hví og til hvat blokstuðul verður latin, og hvussu stuðulin verður roknaður út. Nýggi blokstuðulin skal hava gildi frá 1999 og frameftir. Arbeiðið við blokstuðulsskipanini skuldi eftir ætlan verið liðugt ár, men av tí at nógv hevur verið at gjørt, bæði í Tinganesi og í Danmark, er komið so langt út á árið, áðrenn bólkurin varð liðugur við arbeiðið. Byrjað varð áðrenn summarfrítíðina í ár, men so kom steðgur í. Tað hevur kortini gingið væl, sigur Rúni Joensen. Tá embætisbólkurin er liðugur, skal uppskotið viðgerast á politiskum stigi. Embætisbólkurin hevur ikki havt til uppgávu at seta krónuupphædd á blokkin. Tað verður uppgávan hjá politikararunum at samráðst um. Samráðingarnar við danir jólatrøll Sambært avtaluni millum Landsstýrið og donsku stjórnina, skuldi samráðingar aftur verða áðrenn árslok. Nú komið er út í desember mánað, eru fundir á embætismannastigi, sum eru grundarlag undir politisku samráðingunum, ikki byrjaðar Eftir ætlani skuldi Landsstýrið og danska stjórnin samráðast um avtaluna áðrenn hetta árið var úti. Nú er tíðin so langt útliðin, at avgjørt at bíða við samráðingunum til eftir árslok. Viðvíkjandi uttanlandsskuldini, so hevur danski staturin umfíggjað føroysku lánini, sum fella til útgjaldingar í 1999. Fundirnir á embætismannastigi, sum vanliga eru byrjanin til politisku samráðingarnar, eru als ikki byrjaðar enn. Fyribils skal málið viðgerast í Landsstýrinum, sum ásetur eina tíð fyri fundunum, og hvussu farast skal til verka. Rúni Joensen, løgmansfulltrúi, sigur, at væntandi verður farið til verka fyrst í komandi ári. Fyrsta uttanlandslánið er til støddar umleið 1,3 mia. krónur, og fellur til gjaldingar 1. januar 1999, og í ár 2000 skulu 1,8 mia. krónur gjaldast aftur. Tilsamans er uttanlandsskuldin 5,6 mia. krónur. Seinasta freist higartil at gjalda skuldina, er í ár 2004. FINNBOGI ARGE VIL EINKI SIGA Fyrrverandi sambandstingmaðurin ikki gera viðmerkingar SOSIALURIN, Løgtingið: Tað eydnaðist ikki Sosialinum at fáa Finnboga Arge, sum er fyrrverandi sambandstingmaður, at siga nakað sum helst í samaband við at løgmaður hevur koyrt Sámal Petur í Grund úr starvi. Finnbogi Arge hevur fyrr víst sína vantandi virðing fyri arbeiðslagnum hjá løgmanni, men hann vil altso einki siga um, hvørt hann verður ein teirra, sum bjargar samgonguni, ella ikki. INEGBORG VINTHER: Eg fari ikki at reka fólkaflokspolitikk Hjá Ingeborg Vinther kemur tað als ikki upp á tal at fara upp í samgonguna hjá Edmundi Joensen SOSIALURIN, Løgtingið: Ingeborg Vinther visti av ongum, tá hon í dag klokkan 14:00 kom í tingið. ­ Tað liggur so ótrúliga fjart frá mær- bara at hugsa um at fara upp í hasa samgonguna, sigur hon í stuttari viðmerking ÓLI BRECKMANN: Vit vilja halda fram Ov nógv fólkafloksmál liggja óloyst, tí vilja vit royna at halda fram, sigur formaður Fólkafloksins, Óli Breckmann ­ Eg harmist um, at Sámal Petur í Grund hevur verið so fortur, at hann ikki fyrst hevur kannað málið betur tekniskt. Men av tí at tað liggja so nógv stórmál hjá Fólkaflokkin, sum skulu setast í verk frá 1. januar 1998, fara vit at royna allar aðrar møguleikar, enn at fara til val nú - eisini at fáa stuðul frá andstøðuflokkum frá máli til mál, sigur formaður Fólkafloksins. Edvard Joensen/Eirikur Lindenskov JÓANNES EIDESGAARD: ­ Tað var ikki óvæntað Jóannes Eidesgaard formaður Javnaðarfloksin fegnast um, at løgmaður er vorðin klókari ­ Tað kom ikki óvæntað á okkum, at løgmaður fyrr ella seinni fór at geva Sámal Petur í Grund sekkin, sigur Jóannes Eidesgaard. ­ Tá Javnaðarflokkurin legði misálitisuppskot á Sámal Petur í Grund, var tað júst orsakað av samferðsluviðurskiftunum. Men tá stóð samgongan saman um at verja Sámal Petur í Grund. Jóannes Eidesgaard sigur, at andstøðan ikki enn hevur tosað saman um at leggja misálitisuppskot á løgmann, men Javnaðarflokkurin fer heilt víst at atkvøða fyri einum slíkum uppskoti. Um so er, at løgmaður fer at biðja Javnaðarflokkin koma upp í samgonguna, so kann hann spara sær ómakin, tí tað fer Javnaðrflokkurin undir ongum umstøðum, sigur Jóannes Eidesgaard. LASSE KLEIN: Ov lítið at fara til val uppá At ein landsstýrismaður er frákoyrdur er ov lítið mál at fara til val uppá, heldur Lasse Klein úr Kristiliga Fólkaflokkinum ­ Vit hava ikki viðgjørt nýggju politisku støðuna enn, men eg haldi, at landsstýrissamgongan nú eigur at royna sum frægast at hóra undan frá máli til mál, sigur Lasse Klein, sum heldur málið vera ov lítið at fara til val uppá TORDUR NICLASEN: Ikki rætt við vali nú Tordur Niclasen harmast um støðuna ­ Vit hava enn ikki hugsað um at fara upp í samgonguna, nú Sjálvstýrisflokkurin eftir øllum at døma fer úr samgonuni, sigur Tordur Niclasen, formaður í Miðflokkinum, sum hevur tvey umboð á tingi. ­ Men eg haldi ikki, at tað er rætt at fara til val nú, sigur hann. FINNBOGI ÍSAKSON VÆNTAR NÝVAL ­ Eg vænti nýval nakað skjótt, sigur Finnbogi Ísakson SOSIALURIN, Løgtingið: Men vit fara ikki upp á kvamsvís at leggja uppskot um nýval ella misálitisuppskot á løgmann. Vit fara at kanna fyrst, um undirtøka er fyri tí í tinginum. Men sum politiska støðan er nú, er tað upp á pláss at vit fáa nýval, heldur Finnbogi Ísakson úr Tjóðveldisflokkinum VIT VELJA ONGAN NÝGGJAN LANDSSTÝRISMANN sigur Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvstýrisflokkinum SOSIALURIN, Løgtingið: ­ Vit fara ikki at velja ein nýggjan landsstýrismann. Hetta var stutta men greiða viðmerkingin hjá Helenu Dam á Neystabø, tá SOSIALURIN hitti hana í gongini í løgtinginum fyri løtu síðani. Løgmaður hevur hetta á Sjálvstýrsflokkin um at koma við uppskoti um nýggjan landsstýrismann, eftir at hann á midnátt gav Sámali Petur í Grund sekkin. Men tað fer Sjálvstýrisflokkurin so ikki at gera, og Helena Dam á Neystabø vildi ikki greiða nærri frá støðu floksins til samgonguna. Nú var ovboðið Síðani Sjúrður Horsdal, stjóri á ALS, tók við starvinum, eru starvsfólkini so við og við farin í onnur størv. Eftir situr stjórin við eini leiðslu, sum er mannað av nærmastu kenningum hansara. Tað sigur Unn Kruse, sum starvaðist á ALS frá byrjanini til í vár, tá hon kendi seg kroystan úr starvi Tað er einki loyndarmál, at tað hevur verið ógvuliga bladrut á ALS, síðani Sjúrður Horsdal tók við starvinum, sum stjóri á stovninum. Hóast tað hevur verið nógv tosað um hetta, og stjórin hevur fingið fyrispurningar frá blaðfólkum o.ø., so valdi hann ikki at svara spurningum. Tey starvsfólkini, sum kendu seg útihýst, valdu at siga seg úr starvi. Talan er um tilsamns eini átta fólk, sum starvaðust sum ávikavist málviðgerar, løgfrøðingur, tryggingarleiðari, varaleiðarin á arbeiðsávísingini og seinast skrivarin hjá stjóranum. Ein teirra, sum kendi seg kroystan úr starvi, er Unn Kruse, fyrrverandi varaleiðari á arbeiðsávísingini. Trupulleikar av stjóranum frá fyrsta degi Hon varð sett í starv 1. juli 1992, tá stovnurin fór at virka. Saman við Tórgerð Nielsen, leiðara á ALS, einum málsviðgera og bókhaldara, løgdu tey virksemið til rættis. Í november 1996 varð Sjúrður Horsdal settur sum stjóri á ALS. Tá byrjaðu starvsfólkatrupulleikarnir. - Hví hava starvsfólkini ikki gjørt vart við trupulleikarnar á stovninum? - Vit eru hampafólk, og vóru ikki áhugað í at siga frá hesum í fjølmiðlunum. - Kortini søgdu vit stýrinum frá, hví vit fóru, men tað kom einki burturúr. Vit fingu bert í boði at fara beinanvegin, sigur Unn Kruse. Unn Kruse sigur, at hon veit ikki, hvat fór fram í stýrinum, men at tað gav Sjúrða Horsdal fullan stuðul. Grundgevingin var, at stýrið var nýtt, og at tað ofta vóru útskiftingar av starvsfólkum, tá stjóraskiftið var á einum arbeiðsplássi. Villeiddi starvsfólkini - Hvørjir vóru so trupulleikarnir? - Tað er, at starvsfólkini fólk verða manipulerað, eitt nú at tey fingu tilsøgn um ávísar arbeiðsuppgávur, sum síðani so spakuliga vóru tiknar frá teimum aftur, til tey at enda sótu eftir við ongum. - Síðani setti stjórin onnur fólk í starv, sigur Unn Kruse. Broytingarnar komu beinanvegin. í somu viku, sum Sjúrður Horsdal varð settur í starv, var Tórgerð Nielsen skúgvað til viks, við ikki minni enn einum kevtti. - Hon var burturstødd uttanlands, tá ein annar ávísiningarleiðari varð settur í hennara starv. - Hetta var gjørt uttan at starvið varð lýst leyst, og uttan at eg sum varaleiðari á ávísiningini visti av hesum, sigur Unn Kruse. - Eg segði meg úr starvi av hesum, men aftaná fleiri fundir við leiðsluna, tók eg uppsøgnina aftur, tí stjórin játtaði fyri mær, at leiðarastarvið á ávísingini skuldi lýsast leyst. - Tað varð eisini lýst leyst, men Niels Sørensen, ein vinur Horsdal, fekk starvið, og Tórgerð Nielsen fekk aðrar uppgávur. - Nú havi eg verið eygleiðari til starvsfókaviðurskiftini á ALS, har onnur fólk hava verða sett, hóast størvini ikki eru lýst leys. Ein kvettroynd - Tað hevur ikki verið minni enn eitt kvetti, hvussu størvini hava verið sett. Stjórin hevur syrgt fyri, at øll leiðslan á ALS eru hansara nærmastu vinir og kenningar, sigur Unn Kruse. - Hóast ALS ikki er almennur stovnur, átti slík framferð at fingið avleiðingar? - Tú kanst siga, at ALS ikki er almennur stovnur, men løgfrøðiliga er hann tað, av tí at Arbeiðsloysisskipanin er ein tvungin skipan, sigur Unn Kruse. Hon heldur als ikki, at slíkur starvsfólkapolitkkur kann góðtakast. - Hví vilja tit gera vart við virðurskiftini á gamla arbeiðsplássinum nú? - Tað er helst tí at vit nú verða spurd um hetta, og eisini tí, at vit nú hava sodnað tað, sum er farið fram, sigur Unn Kruse. Ongar viðmerkingar Sosialurin royndi at fáa viðmerking frá Sjurða Horsdal, men hann sigur seg ongar viðmerkingar hava til málið í dag. Karin Kjølbro, formaður í stýrinum fyri ALS, var ikki at hitta allan dagin í gjár, og Jákup Danielsen, stýrislimur, vildi heldur gera sínar viðmerkingar til málið á stýrisfundi, sum verður hósdagin. Stuldur og barnavernd Herfyri heitti Svf á meg sum formann í barnaverndini í Havnar Kommunu um at fáa eina viðmerking viðvíkjandi nógva prátinum um stuldur millum ung. Og so tað, at fleiri handilsmenn aftraðu seg við ella heilt lótu vera við at gera annað við málið enn at tosa við tey ungu og foreldur teirra. Eg játtaði Tóri Mikkelsen eina viðmerking m.a. tí hann í undanprátinum tóktist, sum vildi hann geva málinum eina sakliga viðgerð. Men tá málið varð viðgjørt í Degi og Viku fríggjakvøldið 14. november vísti tað seg, at málið bert varð viðgjørt sum tju bang journalistikkur. T.v.s. at sjónarmiðið hjá SMS stjóranum Hans Mortensen um als ikki at fáa myndugleikar upp í mál um stuldur, móvegis einari útsøgn frá mær um, at øll børn sum stjala skulu handtakast av løgregluni og tveitast í gapið á barnaverndini. Og so eina smarta viðmerking frá nevnda stjóra um, at hann ikki sá nakað endamál við at fara víðari við málum um stuldur, bert tí barnaverndin skuldi fáa meira nágreinilig hagtøl. Ætlaði tó ikki at gera meira við málið, men nógv hava vent sær til mín og víst sína ónøgd við, at fremsta málið hjá barnaverndini er at ganga løgregluni til handa og annars royna at oyðileggja lívið hjá teimum ungu, sum í veikari løtu traðka við síðuna av. Og tað sigur seg sjávlt, at ein kann ikki lata slíka hugsan sleppa at valda um barnaverndina og arbeiði hennara. Tí hesa frágreiðing. Samstarva Barnaverndin í Tórshavnar kommunu tekur arbeiði sítt í ramasta álvara, og hóast tað mangan er trupult og sær eitt sindur svart út, so bæði vóna og trúgva vit uppá, at vit kunnu gera nakað munagott fyri børnini, tey ungu og familjur teirra. Og vit eru eisini sannførd um, at besti og einasti háttur at náa hesum máli er við neyvum samstarvi. Samstarvi við familjurnar, myndugleikar, fakbólkar og annars viðkomandi persónar. Ein av hesum samstarvspørtum okkara er løgreglan, og eg tori at siga vegna allar nevndarlimirnar og starvsfólkið á sosialu deild býráðsins, at samstarv okkara við løgregluna er bæði gott og skilagott. At samstarvið kemur báðum pørtum til gagns, og at nógvar familjur í seinasta enda eisini hava verið nøgd og fegin um tað. Samstarvið millum barnaverndina og løgregluna fer altíð fram í vissuni um, at vit umboða hvør sín part, men at vit vilja tað sama, at bæði børn og familjum teirra skulu hava eitt gott lív røttu megin øll lógarmørk. Allar flestu hava stolið Vit í barnaverndini kenna eftirhondini nokk so væl hugburðin og atburðin hjá børnum og ungum í býnum, og vit vita tí sjálvsagt eisini, at tað eru ymiskar orsøkir til at ung fólk viðhvørt taka vøru ella annað uttan at gjalda fyri tað, og at tey allar flestu munnu hava roynt tað á ein ella annan hátt. Vit eru eisini vitandi um, at tey flestu bert gera hetta heilt stutta tíð ella bert eina - ella tvær ferðir. Tey kunnu gera tað orsaka av spenningi ella tí onnur gera tað. Og barnaverndin sær tí sjálvsagt ikki nakra orsøk til at kriminalisera ella forfylgja hesum ungu ella familjum teirra. Hinvegin er barnaverndin vitandi um, at ein partur av teimum ungu sum taka uttan at gjalda fyri tað, eisini gera tað av øðrum orsøkum enn nevndar eru omanfyri. Tey kunnu gera tað við vinningi fyri eyga (síðan málið um stuldur kom upp herfyri, havi eg frætt, at tað eru lágaldursungdómar, sum skipa skipaðan stuldur og fáa onnur ung at hjálpa sær). Orsøkirnar kunnu eisini vera av meira persónligum slagi. T.v.s. at stuldurin kann vera eitt tekin um ávísar trupulleikar tann ungi hevur at dragsast við. Eitt tekin um mistrivna, um sálarliga órógv, um at eingin gevur teimum gætur, og at tey tí eru farin undir at fremja ein meira óhepnan atburð. Og tað eru hesi ungu, sum barnaverndin fegin vil hava samband við. Ikki fyri at tey skulu revsast og verða skrásett sum brotslingar, men fyri at royna at rætta teimum eina hjálpandi hond og kanska eisini støðga skeivu gongdini. Og í slíkum málum er kanska eins ofta talan um at hjálpa allari familjuni á ein ella annan hátt. Tað er ikki altíð lætt hjá handilsmonnum at meta um, annaðhvørt tann ungi, sum nápar eitthvørt, ger tað av hesi ella hasari orsøkini. Og vil tað tí koma fyri, at handilsmaðurin viðhvørt meldar ung, sum gera tað fyrstu ferð, til løgregluna. Og kann hetta tykjast (eisini foreldrunum) sum bæði ógvusligt og óneyðugt. Og so verður tað sagt, at ósekur smástuldur skal revsast og skrásetast, meðan... Fyri nøkrum árum síðan hevði eg helst sjálvur hildið, at sjónarmiðini hjá Hansi Mortensen vóru bæði skilagóð og menniskjanslig, og havt eina ella aðra hugsan um, at øll børn gera tað, og at tað man fara at laga seg. Og hví í allari víðu verð blanda løgregluna uppí. Men aftan á fimm ár sum nevndarlimur í barnaverndini í Havnar kommunu eri eg av teirri áskoðan, at ta tænastu tú ger einum ungum fólki og foreldrunum við ikki at melda stuldur til løgregluna er ein bjarnatænasta. Og byggir henda áskoðan á tríggjar meginreglur: 1) telist barnið millum teirra, sum ikki hevur nápað fyrr og bert hevur gjørt tað fyri spenningin, ja, so fær ein túrur á løgreglustøðina og ein samrøða við ein sosialráðgevara ikki aðrar avleiðingar, enn at barnið hevur skilt álvaran í málinum Barnið fær avgjørt ongi sálarlig sár, undirlutakenslur ella brotsmannalyndi av slíkum. Og bæði vit og løgreglan eru sannførd um, at hóast nógv ung og foreldur teirra hava verið bæði skammfull og ólukkulig undir samrøðunum, so hava hesar hjálpt og fyribyrgt. Tey eru fá, sum ikki hava takkað okkum hóast alt 2) telist barnið millum teirra, sum finna frægd í at nápa, ella tey gera tað við vinningi fyri eyga, ella tí tey ikki hava tað so gott av ymiskum orsøkum, ja, so kann ikki sigast annað, enn at tað er heppið, at viðkomandi kemur í samband við røttu myndugleikar. Heldur ikki hesi ungu fáa sálarlig bakkast av hesum sambandi 3) skilagóði og mangan fyribyrgjandi hátturin, løgreglan handfer bæði tey ungu og sjálv málini uppá. Barnaverndalimir eru regluliga hjástaddir á støðini, tá løgreglan tosar við ung, sum hava framt eitthvørt lógarbrot, og vit kunnu bert siga, at løgreglumennirnir í hesum sambandi allir/allar duga frá væl til stak væl at handfara bæði ung og mál. Meira verður ikki gjørt burturúr enn neyðugt og rímilig er. Og tað er eingin ungur í Havnar kommunu, sum hevur verið fyri sálarligum ella likamligum ágangi frá løgregluni orsaka av slíkum lógarbrotum. Og sum eg skilji arbeiðsgongdina í slíkum málum, so verður frágreiðing skrivað í hvørjum máli sær. Fer ikki meira fram í málinum, dettur alt burtur, og ein verður ikki skrásettur í svartar ella aðrar bøkur. Endar málið í rættinum, verður alt skrásett, sum slík mál annars verða. Áskoðanin hjá dómsvaldinum á mál av tílíkum slagi er eftir mínum tykki bæði veruleikakend og avgjørt rímilig. Vandin liggur aðrastaðni Nei, tað eru ikki ákæruvaldið og barnaverndin, sum eru potentielli vandin fyri, at ung gerast brotslingar, og tað er ikki soleiðis, at fremsta málið við barnaverndararbeiðinum er at fáa til vega hagtøl. Og eg man neyvan vera einsamallur um at halda, at vandin (ábyrgdin) liggur aðrastaðni. Hjá foreldrunum fyrst og fremst og hjá samfelagnum gjøgnum dagstovnar, skúlar og samfelagslívinum sum so. Vit royna Vit í barnaverndini royna sum sagt at rætta børnum, ungum og familjum teirra eina hjálpandi hond, og eingin ivi skal valda um, at arbeiði okkara kundi havt munað betur, enn tað hevur gjørt. Men vit royna støðugt at bøta um m.a. við at menna samstarvið við allar partar. Tann, sum sá Dag og Viku 14. november fekk helst varhugan av, at vit í barnaverndini leggja mesta dentin á at fáa til vega hagtøl. Hetta er ikki rætt, og orsøkin til, at eg - eisini - nevndini hagtølini fyri Tóri Mikkelsen var, at vit eins og øll onnur, sum arbeiða við menniskjum, eru betri stillað, um vit kenna veruligu støðuna. Tey, sum arbeiða við sjúkum, skulu eisini kenna veruligu støðuna og tey, sum arbeiða við fiskarí, at at kenna veruligu støðuna. Men fyri okkum eru hagtølini ikki tað avgerandi, tey eru hent amboð. Finnur Helmsdal, form. í barnaverndini í Tórshavnar kommunu Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Vaktarskifti í Ídnaðargrunninum Ólavur Arge hevur tikið við sum stjóri í Ídnaðargrunninum, nú Trúgvi Árting hevur lagt frá sær. Hann hevur verið stjóri í grunninum síðan hann varð stovnaður í 1971 Mánadagin 1. desember legði Trúgvi Árting frá sær sum stjóri í Ídnaðargrunninum, og samstundis tók nýggi stjórin, Ólavur Arge við. Trúgvi Árting, sum fyllir 75 í mars, hevur verið stjóri í Ídnaðargrunninum øll árini, síðani grunnurin varð stovnaður í 1971. Men Ídnaðargrunnurin er ikki tann sami, sum hann hevur verið. - Vit mugu siga, at Ídnaðargrunnurin er ein útlánsgrunnur, sum er í minking, sigur Ólavur Arge, sum seinastu tíðina hevur sitið sum leiðari í Menningargrunninum, hvørs fyrisiting nú verður løgd saman við Ídnaðargrunninum. - Men talan verður kortini um hvør sín grunn, leggur Ólavur Arge dent á. Umframt hesar báðar grunnarnar, so umsitur Ídnaðargrunnurin eisini Grunn Ferðavinnunnar og Vakstrarhúsgrunnin. Lógin fyri Menningargrunnin er farin úr gildi gildi, og nýggj lóg varð gjørd, sum hevi til endamáls at krevja inn ágóða grunsins og at gjalda skuld. Hesum arbeiði hevur Ólavur Arge so staðið fyri. Ídnaðargrunnurin hevur sum er ikki møguleikar at læna pengar út, tí útlánsrentan er so høg. Í lógini fyri grunnin stendur, at útlánsrentan skal vera eitt prosent hægri enn rentan í 60-Milliónagrunninum - og tað 10,5%. Í løtuni starvast trý fólk í Ídnaðargrunninum, men hvussu framtíðin verður við grunninum er enn ikki vist. Landsstýrið arbeiðir við eini nýggjari skipan - eini vinnuframaskipan, men hesar ætlanir eru kortini ikki komnar nóg langt enn. Um Ídnaðargrunnurin tá verður loystur av, ella um tann skipanin verður løgd afturat er ikki greitt enn, sigur Ólavur Arge. Spælivørp Føroya SPÆLIVØRP Føroya kundi verið hóskandi heiti til almennu loftmiðlarnar. Tað tykist, sum um bara hugflogið avmarkar nýggjum mátum at fáa pening frá teimum, sum gjalda lurtara- og hyggjaragjald frammanundan. LATUM okkum kortini leggja afturat, at >>spælivarp<< er sjálvandi sagt í myndaðum týdningi, tí nógvar væla sendingar verða gjørdar og sendar, men gongdin seinastu tíðina eigur at fáa okkum at hugsa um støðuna. Í SÍNI tíð gav løgtingið útvarpinum loyvi at spæla V4, tí útvarpið skuldi savna pening til nýggj útvarpshús. Útvarpshúsið er bygt, og helst goldið. Men V4 spælið helt fram, tí nú var spælið helst partur í at fáa nóg mikið til rakstur. Henda grundgeving kann góðtakast. Stuttligt er at spæla, og í sjálvum sær var spælið >>óskyldugt<<, tí tað koyrdi á sín vanliga máta, og eingin áleypandi lýsingarferð og nýggj spøl tóktist neyðug. MEN peningatilfeingið er avmarkað, og tá ráð ikki eru at játta ÚF og SvF tað neyðuga, gevur landsstýrismaðurin eisini sjónvarpinum loyvi til eydnuspæl. Gekkurin sær dagsins ljós. Síðani kemur Skrubban. Og tá hetta nú gongur inntøkuni hjá útvarpinum ov nær, noyðist útvarpið at finna upp á nýggj spøl, Snarspælið, og nú er ein bilur burturlutaður. AT spæla Gekk ella V4 er óivað stuttligt, men samanumtikið rindar spæliglaði føroyingurin fleiri útvarps- og sjónvarpsgjøld. Tað er so eitt, men sømir tað seg eini framkomnari tjóð, at tey almennu vørpini nærum skulu >>liva<< av eydnuspæli? HERFYRI hevði løgtingið orðaskifti um royndina við Gekkinum. Frágreiðing landsstýrismansins sigur, at Gekkurin hevur ikki árin á annað spæl - bingospøl hjá áhugafeløgunum ella V4 - og tí var eingin grund at tala at. GAV frágreiðingin eina rætta mynd og hvør metti? Tað er eitt, men meira ófatiligt er, at løgtingsmenn ikki sláa nevan í borðið, tí tað kann ikki vera rætt, at loftmiðlarnir nærum skulu kappast um, hvør er snildari at kroysta pengar úr fólki. Og er tað ikki at ganga jólahátíðini ov nær, at lata ein jólakalendara vera spæli- og vinnaralættisoppur. OG fekk SvF loyvi til eydnuspæl, tí tað var neyðugt fyri at fáa fleiri føroyskar sendingar? Hvar hava tær verið. Veðrið Veðrið í dag og hósdagin: Gul til stívt andøvsgul av norði, eitt skifti minni vindur av útnyrðingi. Sólglottar, men kanska okkurt kavaææli. Hitin upp til 5 stig. Hósdagin veksur hann vindin aftur við kavaælingi og fríggjanáttina fellur hitin niður til frostmarkið. Veðrið fríggjadagin: Hann veksur vindin upp í hvassan vind av suðri og avfall, sum frálíður sum regn. Hitin veksur til 5 til 8 stig. Veðrið leygardagin: Strúkur í vindi av útsynningi og kanska eitt sindur av regni. Lýtt - upp í 8 stig. Seinni upp í skrið av vestri og útnyrðingi, klárari og kaldari veður. Veðrið sunnudagin: Skrið av útnyrðingi og ælaveður, men minkandi vind. Seinni hvassur vindur av suðri og regn. Hitin millum 3 og 5 stig. Í gjár: Eitt hátrýst yvir Íslandi fer suðureftir, so enn rekur køld luft av landnyrðingi og norði móti Føroyum við kavaælingi. Í dag: Móti vikuskiftinum fer eitt lágtrýst um Ísland av útsynningi og tað sendir brúgvaløg við lýggjari luft móti Føroyum. Fáa nú gøtuljós alla náttina Tvørafólk fáa nú gøtuljós aftur alla náttina. Taíð kreppan rættiliga seig samanum, var eitt av sparitiltøkunum hjá kommununi at sløkkja gøtuljósini um náttina. Men hetta hava nógv fólk ilskast um. Ført varð fram, at serliga eldri fólk føldu seg ótrygg tá ið ongi gøtuljós vóru. Og á býráðsfundi á Tvøroyri mánakvøldið samtykti býráðið einmælt, at hiðan ífrá skulu gøtuljósini verða tendrað alla náttina. Býráðslimir hildu ikki, at tað bar til at spara gøtuljós burtur. Tað fer at kosta býráðnum minst 50.000 eyka at hava gøtuljósini tendrað um náttina ­Áki­ Hósdagur 4. desember 1997 Byggja nýggjan barnagarð Runavíkar Kommuna hevur lagt stykki av til nýggjan barnagarð, sum ætlanin er at byggja á friðaligum øki oman fyri Stokkastovuna Gongur tað, sum Runavíkar Kommuna vil, verður nýggjur barnagarður bygdur í næstu framtíð. Runavíkar Kommuna hevur latið Almannastovuni ætlanina, og bíðað verður nú eftir svari haðani. Tað ganga 60 børn í barnagarðinum og vøggustovuni, sum á dag heldur til í niðastu hædd í húsunum, har eisini Postverkið heldur til. Av teimum 60 børnunum eru 12 vøggustovubørn, meðan restin er í barnagarðinum. Stovnurin er normeraður til 54 pláss, men av tí, at onkur børn eru hálvan dag, sleppa fleiri framat. At ansa hesum børnunum eru 12 føst starvsfólk. Umframt eru fastir stuðlar til fimm av børnunum, sum ganga í barnagarðinum. Hesi hølini eru iki tey best egnaðu til endamálið, sigur Fríða Lómstein, leiðari. Av tí, at hølini eru í kjallaranum, er øll ovara síðan undir jørð. Barnagarðurin og vøggustovan liggja við høvuðsvegin, so har eru ikki bestu umstøður at hava slíkan stovn. Og verri verður, tá nýggjur vegur til tunga ferðslu verður gjørdur gjøgnum fjøruna niðanfyri Sum er, sigur Fríða Lómstein, verður fjøran nógv brúkt. Tað er í løtuni sera væl umtókt at fara oman í fjøruna at fanga krabbagággur. Men fjørðurin er so mikið dálkaður, at tað livir ikki tað stóra í fjøruni. Sum so manga aðrastaðni er eisini langur bíðilisti til tey plássini, sum eru á stovninum. Í løtuni standa 42 børn á bíðilistanum. Nýggi stovnurin verður heldur størri, sigur Fríða Lómstein, stovnsleiðari. Hann verður býttur upp í tvær stovur til 10 vøggustovubørn hvør, og tvær barnagarðsstovur til 12 ella 14 børn hvør. Eisini er ætlanin at hava eina stovu bara til børn, sum eru hálvan dag. Talið har verður eisini 12 - 14, soleiðis at út móti 30 børnum kunnu gera nýtslu av hesum plássum. Fríða Lómstein, stovnsleiðari, sigur, at umfram barnagarðin er eisini dagrøkt í kommununi. Dagrøktin er normerað til 65 børn. Fríða Lómstein sigur, at samarbeiði er millum barnagarðin og dagrøktina. Milum annað í uppskrivingini. Her inni hava vit altíð torað Sjálvt tey ringastu kreppuárini mentist handilslívið. Í Runavík hava vit altíð torað. So hóast nakrir handlar tíverri ikki hóraðu undan, komu enn fleiri afturat. Men ein frágreiðing er eisini, at vit, sum hava handil, eru so væl, at vit samstarva líka nogv, sum vit kappast Fyri 20 árum síðani kundu teir teljast á fingrunum. Í dag eru teir einir 50... Hesi seinastu árini er Runavíkin blivin ein av størstu og fjølbroyttastu handilsmiðdeplum í Føroyum. Ikki minst hesi seinastu 10 árini hevur handilslívið ment seg sera nógv, og í dag eru fleiri handlar enn nakrantíð. Sunrid Olsen, formaður í Handilsmiðdeplinum í Runavík, heldur, ein ein grund til, at handilslívið í Runavíkini stendur so sterkt, er, at tey hava altíð torað og hava havt dirvið til at farið undir okkurt nýtt. Handilsmiðdepilin varð stovnaður fyri einum 20 árum síðani, og tá vóru ikki nógviur handlar uppií. Men nú liggja teir um hálvthundrað limir. Ein kreppa, sum tann ið seig niðuryvir Føroyar fyrst í nítíarunum, rakar vanliga handilslívið báði fyrst og harðast. Men tað merkisverda hendi í Runavík, at sjálvt hesi ringastu kreppuárini hevur handilslívið har inni ment seg. Sunrid Olsen sigur, at sjálvandi rakti kreppan eisini tey sum ein hamari og tað vóru eisini nakrir handlar, sum ikki hóraðu undan. ­ Men tað eru enn fleiri, komnir afturat enn teir, sum lótu aftur. Og at síggja nýggjar handlar lata upp á eystara armi á Skálafjørðinum, er ikki nøkur sjáldsom sjón. Bara seinastu tíðina eru tríggir nýggir handlar upplætnir. Talan er um klædnahandil, matvøruhandil og ein handil við barnaleikum. Ongantíð so nógv sum nú Formaðurin í Handilsmiðdeplinum sigur, at hóast fleiri nýggir handlar eru lætnir upp, merkir tað ikki, at allir trupulleikar eru av.­ Tað hevur verið sera strævið at hava handil hesi árini. Og tað er strævið enn. ­ Men kortini tykist tað, sum um tað er komið eitt sindur meiri gongd í aftur í seinastuni, heldur hon. Sunrid Olsen sigur, at tað var Erling Jørgensen, sum seinast í sjeytiárunum tók stig til at stovna Handilsmiðdepilin Tá vóru ikki nógvir handlar. Og teir flestu, sum vóru, vóru matvøruhandlar. Men nú er støðan heilt øðrvísi. Sunrid Olsen sigur, at í dag eru 47 limir í handilsmiðdeplinum. Afturat teimum, eru nakrir handlar, sum ikki eru limir. Hinvegin eru ikki allir limir handlar. T.d. er kunningarstovan limur. Hon sigur, at ein avgjørt styrki hjá teimum, er, at handilslívið er so fjølbroytt. ­ Ikki minst er tað ein styrki, at vit hava nógvar, stóran matvøruhandlar. ­ Av tí, at teir eru so nógvir, er stór kapping teirra millum og tað trýstir prísin niðureftir og dregur fólkið til staðin. Men umframt kappingarførar matvørur, er alt at fáa í Runavík. Ikki minst er úrvalið av klæðum stórt, og tað eitt úrval, sum avgjørt er fult kappingarført við tað, sum fæst nakra aðrastaðni, báði í úrvali, sniði og prísi. ­ Men umframt tað, er eitt stórt úrval av øðrum handlum eisini, báði málingahandlar, bókahandil, fotohandil, radio- og sjónvarpshandil o.,s.fr. Tað einasta, okkum kanska manglar, er ein handil, sum selur innbúgv.... Og harafturat eru aðrir handlar, sum draga fólk. Í Runavík er báði rúsdrekkasøla og apotek. Sunrid Olsen sigur, at allir hesir handlar stuðla uppundir hvørnn annan, tí tað er ein stórur fyrimunur., at her fæst alt á einum stað. Endamálið hjá Handilsmiðdeplinum er at gera vart við handlarnar og at gera teir meiri sjónligar. Tað verður m.a. gjørt við at samskipa tiltøk og at skipa fyri felags lýsingaherferðum. M.a. gevur Miðdepilin út eitt felags lýsingablað fýra ferðir um árið, sum er uppí limagjaldinum til handilsmiðdepilin. Harafturat skipar Handilsmiðdepilin fyri felags lýsingum í sjónvarpi og í bløðunum. Handilsmiðdepilin hevur eisini skipað fyri onkrum smærri skeiði. M.a. hevur eitt verið í sølu og tænastu. Og í januar fer handilsskúlin at halda skeið fyri limunum í Handilsmiðdeplinum í at pynta vindeygu og at skriva søluskelti. Sunrid Olsen sigur, at nógv hava teknað seg til tað skeiðið longu. Vit tora og samstarva Sunrid Olsen sigur, at grundin til, at tað gongst handilslívinum í Runavíkini so væl, er, at fólk altíð hava torað at farið undir nakað nýtt. Hinvegin hevur tað eisini stóran týdning, at handilsfólkini eru so væl. ­ Hugburðurin er sera positivur. Vit føla okkum øll væl inni á gólvinum hjá hvørjum øðrum. Hóast vit sjálvandi kappast, meta vit hvønn annan líka nógv sum samstarvsfelagar sum kappingarneytar, sigur hon. Og at tað hevur givið úrslit, ivast hon ikki í. Tað er heilt vanligt, at fólk koma higar at keypa aðrastaðni úr landinum, báði úr Norðoyggjum, úr Havn og aðrastaðni við. Tað sæst á nógv ferðsluni við handlarnar um dagarnar. Men nú vit standa á gáttini til 21. øld standa stórbroytingar fyri framman. Um 10-20 ár er kanska koyrandi báði til Klaksvíkar og til Vágar. Hava tit gjørt nakað serligt fyri at brynja tykkum til tær avbjóðingarnar? ­ Nei, hatta liggur nógv ár frammi í tíðini, og so langt hava vit slettis ikki hugsað enn. Men tað er greitt, at tað fer at hava avbjóðingar við sær. ­ Tí tá verður ikki bara koyrandi til Runavíkar úr Vágum og úr Norðoyggjum. Tað verður eisini koyrandi úr Runavík til Klaksvíkar og til Vágar. Men tað skuldi tað verðið ein styrki, at vit hava eitt sterkt handilslív og eina framkomna handilsmentan at byggja á. Stongt Jóaaftan Nýggjasta tiltakið er, at leygardagin verður langur leygardagur í Runavík. Tá hava allir handlarnir opið til klokkan fimm seinnapartin við ymsum tilboðum. Á jólum hendir tann broyting, at Tollaksmessudag verður opið til klokkan 10 um kvøldið, men afturfyri verður stongt alla Jólaaftan.Sunrid Olsen sigur tað var longu seinasta ár, at Handilsmiðdepilin royndi at fáa landsstýrið at broyta afturlatingartíðirnar á jólum, so at stongt varð Jólaaftan, men tá vann tað ikki frama. Men í ár er tað so blivið til, at handlarnir hava avtalað at hava afturlatið Jólaaftan. Hetta er ikki bara galdandi í Runavík. Hon sigur, at hetta er serliga gjørt fyri tey, sum arbeiða í handlunum. ­ Tey, sum arbeiða í handlum jólaaftan, sleppa ikki til húsar fyrrenn út á seinnapartin, og tað halda vit er óheppið ein slíkan dag. ­ Tí vilja vit heldur hava tað longri opið tollaksmessudag enn vanligt og so helt stongt jólaaftan. Tað merkir ikki annað enn at tað seinasta jólakeypið má flytast ein dag fram, men tað væntar hon ikki, verður nakar trupulleiki. Annars er jólasølan so smátt byrjað, heldur hon. Og hóast tann stóra sølan ikki verður fyrrenn seinni, hevur hon kortini varhugan av, at tað sær heldur frægari út í ár, enn tað hevur gjørt seinastu árini. Út ímóti jólum er ætlanin at skipa fyri onkrum hugnaligum, t.d. at hava jólanissur í býnum ávísar dagar við karamellum, ella onkrum góðum til børnini Men tað er ikki heilt avgjørt, hvussu verður við tíð enn, sigur Sunrid Olsen. Moirae og Songrøddin gera innrás á Kambsdali Talið av luttakarum er metstórt, tá seinasta innleiðandi umfarið av Ársins songrødd verður á Kambsdali leygarkvøldið Leygarkvøldið gera Moirae og Ársins songrødd innrás í ítróttarhøllini á Kambsdali, og lagt er upp til eitt rimmarkvøld, við metstórum av sangluttakarum og einum av besti føroysku rockbólkunum á pallinum. Ársins songrødd gongur nú móti endanum, tí kappingin á Kambsdali er tað seinasta innleiðandi umfarið í ár. Og undirtøkan til hetta seinasta umfarið er eisini metstórt, tí lagt er upp til at ikki færri enn 10 umfør verða, har ein ella fleiri sangarar fara at royna seg á pallinum í senn. Einki innleiðandi umfar var hesaferð í Klaksvík, men á Kambsdali verða luttakarar bæði úr Klaksvík og Havn við eisini. Tað fer at henda nógv í ítróttarhøllini á Kambsdali hetta kvøldið, tí umframt sangkappingina, fer rockbólkurin Moirae eisini at spæla, og teir plaga at savna nógv fólk tá teir spæla á Kambsdali. Eisini verður stórt diskotek, og tá tiltakið varðar frá klokkan 23.00 til 04.00 er greitt, at tað fer allatíðina at henda okkurt á pallinum. Higartil hava fimm luttakarar vunnið sær pláss í finaluni í songrøddkappingini, sum verður í Havn leygarkvøldið 13. desember. Tveir luttakarar eru úr Vágunum, ein úr Suðuroy, ein av Sandoy og ein úr Havn. Seinastu tveir luttakararnir skulu so finnast í kappingini á Kambsdali leygarkvøldið. Eyðun Klakkstein Føroysku fløgurnar eru stórseljarar Eyðun Nolsøe, Kjølar og Frændur teljast millum stórseljararnar á føroyska fløgumarknaðinum í løtuni Tað hendir nógv í føroyskum tónleiki í løtuni. Nógvar fløgur koma út, og úrvali er fjølbroytt, alt frá rocki og poppi til gospel og kórtónleik. Undan jólum legst vanliga nógv afturat á fløgumarknaðinum og í bókarúgvunum, og í ár er einki undantak í so máta, kanska heldur øvugt. Seinastu mánaðirnar eru nógvar góðar og spennandi fløgur útgivnar, og fleiri eru í væntu komandi dagarnar. Høgni Zachariasen er leiðari á fløgudeildini hjá 3^1aranum í SMS, og hann letur væl at søluni av teimum føroysku útgávunum. ­ Tað merkist tá ein føroysk fløga kemur út, tí hon selur vanliga nógv meiri enn tær útlendsku fløgurnar, og tað eru bert fáar útlendskar fløgur, sum kunnu standa mát við søluna hjá teimum føroysku fløgunum, sigur hann. Eyðun Nolsøe stórseljari frá byrjan Leygardagin kom út fyrsta solofløgan við Eyðuni Nolsøe, og hon hevur frá byrjan verið eitt hit. Nógv er longu selt av fløguni, og tað er nógv sum talar fyri, at hon fer at vera ein stórseljari. Mest selda fløgan higartil í ár er ein onnur fløga, har Eyðun Nolsøe sanniliga eisini eigur sín part, og tað er uppsamlingin við Frændum, Svart Gull. Hon hevur frá byrjan selt nógv og selur framvegis væl. Kjølar gjørdu sína entré á fløgumarknaðin í síðsta mánaði, tá teir útgóvu fløguna Time. Hendan fløgan hevur verið millum tær mest seldu síðani tá. Skeyk hevur eisini gingið væl, og fløgur við øðrum slagi av tónleiki, so sum Jógvan Zachariasen og Tórshavnar Manskór fara eisini støðugt um diskin í fløgubúðunum. Dynamit hevur enn einaferð sligið seymin á høvdið, og ikki minst Pápi tín býr ei í Tórshavn hevur rungað farnu tíðina. Fløgan við Dynamit hevur verið útseld frá útgevarunum seinastu vikurnar, og tað ber boð um, at hon hevur selt væl, og at hon kundi havt selt meiri, um hon framvegis hevði verið at fingið. Altíð væl móttiknar Tað er serliga fram móti jólum, at nógvar føroyskar fløgur verða útgivnar, men Høgni Zachariasen heldur ikki, at tað ger stóran mun um fløgurnar koma fyri jól ella til aðrar tíðir. ­ Føroyskar fløgur selja altíð væl tá tær verða útgivnar, og hóast jólini altíð hava við sær meiri sølu, ger tað ikki so stóran mun, um fløgurnar koma aðrar tíðir á árinum, tær verða næstan altíð væl móttiknar, heldur hann. Um fáar dagar koma tvær fløgur afturat, sum kunnu væntast at fara at selja nógv. Útvarp Føroyar útgevur uppfylgjara til vælumtóktu barnafløguna, Men minnist eina mynd, og tað er væntandi, at fólk enn einaferð fara at taka væl ímóti, tá føroyskir popp- og rockbólkar fara at tulka væl kendar føroyskar barnasangir. Ráðið fyri ferðslutrygd fer eisini at royna seg við nýggjari fløgu, og Seinasta skríggj, sum hon kallast, verður útgivin í næstu viku. Onkrar útlendskar fløgur gera um seg Gjøgnumgangandi eru tað tær føroysku fløgurnar, sum liggja ovast á sølulistanum, men onkrar útlendskar fløgur selja næstan líka væl sum tær føroysku. ­ Tað er eingin ivi um, at í ár eru Spice Girls mest selda útlendska navnið, men uppsamlingar av ymsum slagi ganga altíð væl. Vit hava selt nógv av Now 38 og nú er Absolute Music 16 júst komin, og hon fer við vissu at ganga væl, sigur Høgni Zachariasen. ­ Føroysku fløgurnar eru høgt í metum, og nógvar av teimum eru eisini rættiliga góðar. Nýggja fløgan hjá Eyðuni Nolsøe er eitt dømi um ein frálíka og professionella útgávu, sum er væl gjøgnumarbeidd á øllum økjum. Jólamánaðin er júst byrjaður, og tað er væntandi, at tað eru nógvar fløgur eftir at selja, sum skulu leggjast undir jólatræið í ár. Fleiri vitni skulu avhoyrast Sakarmálið móti tveimum ungum klaksvíkingum, sum eru ákærdir fyri eitt serliga rátt yvirfall framt í mars mánaði, er útsett, tí fleiri fólk skulu avhoyrast, og nøkur vitni aftrat kallast inn Sjálvt um Føoya Rættur hevði sett tað mesta av týsdagnum av til at viðgera revsimálið móti teimum báðum monnunum, so eydnast ikki henda dag at fáa málið avgreitt, so tað kundi takast upp til dóms. Neyðugt var at útseta, og næsti rættarfundur verður neyvan fyrr énn í nýggja árinum. Sum nevnt í blaðnum í gjár, vórðu teir báðir ákærdu avhoyrdir fyrrapartin týsdagin. Annars mintist einki til, at hann skuldi hava verið við til nakað yvirfall, men hann mintist, at hann hevði koyrt í bili saman við hinum, men hann mintist væl, at teir um náttina høvdu sett seg at drekka í bilinum, vóru sovnaðir og vaknaðu, tá pápi hin kom at deila og tók billyklarnar. Hann noktaði seg sekan í ákærunum. Hin ákærdi noktaði fullkomiliga at siga nakað, sum hann hevði rætt til. Menninir eru ákærdir fyri at hava tikið ein 51 ára gamlan mann upp í bilin, at hava koyrt hann út í gamla grótbrotið, har maðurin varð sparkaður og sligin, og síðan koyrdu teir runt í býnum við honum í fleiri tímar, áðrenn teir tveittu hann úr bilinum á gøtuna. Seinnapartin vórðu trý vitni avhoyrd, men vitnisfrágreiðingarnar gjørdu ikki málið stórt greiðari. Fyrta vitnið var ein maður, sum hesa náttina hevði verið uppi og úr vindeyga sínum hevði hann sæð ein bil, einar 500-600 metrar frá húsum sínum. Sambært politifráreiðingini hevur hesin maður nakrar dagar eftir hendingina greitt politinum frá, at hann við bilin hevði sæð tveir menn, sum tóku ein triðja úr bagasjurúminum. Tað mintist hann einki til nú. Annað vitni var maðurin, sum var bukaður. Hann hevði hetta kvøldið verið í føðingardegi, gekk sær ein túr, og áðrenn hann visti av varð hann trýstur inn í ein bil, sum við nógvari ferð koyrdi út í grótbrotið, har hann varð drigin úr bilinum og avhølvaður. Síðan høvdu teir aftur koyrt hann í bagasjurúmið og varð sum ein eplasekkur tveittur hann í býnum. Báðir menninir høvdu sparkað og sligið seg, segði maðurin, sum fekk so nógv mein, at hann aftaná lá næstan ein mánað á sjúkrahúsi. Hann kendi hvørgan mannin í bilinum, men tá politiið dagin eftir kom við teimum báðum handtiknu, kendi hann báðar aftur. Men tað løgna var, at maðurin ikki kendi menninar aftur í rættinum týsdagin. Tá maðurin var tveittur av ta náttina, fór hann grulvandi inn í húsinum hjá einum sykinabarni, sum var tann, ið meldaði hendingina. Hesin maðurin var triðja vitnið. Hann greiddi frá, at úthurðin hjá teimum hevði staðið opin, og hann vaknaði við, at tann illa viðfarni maðurin stóð í kamarshurðini. Hann fór beinanvegin upp og hjálpti hinum, og meldaði. Konan var eisini farin upp , og tá hon kom niður í køkin, sótu tveir menn har við fløsku. Vitnið hevði sagt teimum, at høvdu teir nakað við yvirfallið at gera, so hevði hann longu meldað. Annan av teimum ákærdu, sum báðir vóru í rættarsalinum, kendi vitnið aftur frá tí náttini, og hann kendi hann eisni frammanundan, men hin kendist hann ikki við. Hann upplýsti annars, at hann ta náttina hevði spurt hin mannin, hvør hann var, og hevði fingið navnið á honum. Á rætttarfundinum varð vitnið ikki spurt, um hetta skuldi skiljast sum, at hann meinti tað var ein annar maður enn tann ákærdi. Ein jólafundur og annar Nú fríggjadagin 5.12.1997 hevur SEV sín árliga umboðsnevndarfund. Tey vanligu málini eru á skránni. Ársfrágreiðing, roknskapur 1996 og ætlanir 1997 og 1998. Men eisini hevur stýrið gjørt eitt uppskot til viðtøkubroytingar Síðsta ár royndi leiðslan at forkoma umboðsnevndini eina ferð med alla. Tað gekk ikki. Umboðsnevndarlimirnir vaknaðu sum við kaldan dreym, tá ið teir varnaðust, at leiðslan ætlaði at gera bart. Men í ár roynir leiðslan so aftur. Hesa ferð við smáum - men sera álvarsligum - uppskotum til viðtøkubroytingar. Tað vald, sum ein umboðsnevnd í einum lutafelag sum SEV natúrliga hevur, skal skerjast. Framyvir skal umboðsnevndin avmarkast til ein kaffiklubba. Fari eg at nevna nøkur av teimum mest týðandi uppskotunum til viðtøkubroytingar, sum leiðslan hevur boðað frá: (1) Tað eitur í verandi viðtøkum, at umboðsnevndin er hægsta vald SEV's. Leiðslan skjýtur nú upp, at hetta vald verður avmarkað. Framyvir skal tað bera til hjá leiðsluni at halda øllum málum burtur frá viðgerð í umboðsnevndini, um tað ikki positivt kann ávísast í viðtøkunum, at valdið liggur hjá umboðsnevndini. Hetta er tað øvugta av tí núverandi. Í løtuni kann umboðsnevndin taka avgerð í øllum málum, um leiðslan ikki >>positivt<< kann ávísa í viðtøkunum, at valdið liggur hjá henni. Talan er ikki bara um ein týðandi prinsipiellan mun. Á hendan hátt fer at bera til hjá leiðsluni at steðga mestsum øllum málum. Og at leiðslan fer at nýta hendan møguleika, er longu prógvað. Tí í fleiri ár hevur tað verið torført - fyri ikki at siga ógjørligt - at fáa mál á skránna og viðgjørd. (2) Í verandi viðtøkum verður sligið fast, at umboðsnevndin skal spyrjast, um vaksast skal munandi um virksemi SEV's. Leiðslan skjýtur nú upp, at henda áseting verður strikað. Framyvir skal leiðslan hava loyvi til at fara í gongd við týðandi útbyggingar uttan nakra tilsøgn frá umboðsnevndini. Hetta merkir stutt og greitt, at leiðslan t.d. - uttan loyvi frá umboðsnevndini - kundi farið í gongd við bæði Eiði II og Eiði IV. Og mangt annað kann sjálvsagt hugsast. (3) Í verandi viðtøkum stendur, at umboðsnevndin skal hava givið sína heimild, tá ið tað snýr seg um keyp, sølu og veðseting av føstum ognum. Í dag skal leiðslan so statt kunna vísa til eina samtykt í umboðsnevndini, har handilin verður heimilaður. Leiðslan skjýtur nú upp, at henda áseting verður strikað, so leiðslan fær fríar hendur á hesum øki. Eftir øllum at døma ræða sporini ikki. Flest øll munnu minnast keypið av umsitingarbygninginum í Havn, ið fór fram í heimildarloysi. Eisini er ætlanin, at leiðslan framyvir skal hava loyvi til at taka upp lán (veðseting og umlegging) - uttan loyvi frá umboðsnevndini - og stríðir hetta ímóti grundreglunum fyri lutafeløg. Leiðslan lógligger seg sjálva Í løtuni er tað umboðsnevndin, ið setur stjóran í og úr starvi, gevur honum setanartreytir o.s.fr. Umboðsnevndin sleppur framvegis at gera tað fyrra, men nú sleppur leiðslan at gera tað seinna. So helst stendur navnin til eina lønarhækking, og tað hevur hann kanska uppiborið. Men tað skal tó sigast, at leiðslan í mong ár hevur gjørt alt fyri at forða umboðsnevndini í at viðgera spurningar, ið hava við stjóran at gera. Av øðrum tingum, sum kanska hava minni uppá seg, men sum eisini er ein lógliggeran av mannagongd, sum hevur verið nýtt - men sum ikki hevur verið í samsvari við núverandi viðtøkur - kunnu m.a. nevnast, at freistin fyri at fráboða fundirnar verður stytt, og at ásett verður, at fundirnir framyvir skulu vera í Havn, hóast heimstaðarkommunan Vestmanna smbt. galdandi reglum er fundarstaður. Opnir fundir Eitt mál er komið á skránna, sum undirritaði skeyt upp fyri langari tíð síðan. Sig so tað. Umboðsnevndin skal taka støðu til, um umboðsnevndarfundirnir skulu vera opnir. Verður her fyrst g fremst hugsað um, at fjølmiðlarnir eiga at hava atgongd til fundirnar. SEV er alt ov afturlatið. Tað er eingin ivi um, at allir partar - ikki minst leiðslan - høvdu tikið sítt arbeiði í størri álvara, um fjølmiðlarnir vóru hjástaddir. Eiði III Opinleiki er av stórum týdningi, tí avgerðirnar hjá umboðsnevndini hava týdning fyri hvørt húski í Føroyum. Her hugsi eg ikki bara um streymgjøldini, men um t.d. eitt mál sum vatnorkuútbyggingina. Føroya fólk hevur rætt til at vita á hvørjum grundarlagi avgerðin um Eiði III varð tikin, og hvussu orðaskiftið fór fram í hesum sambandi. At okkara landspolitikarar ikki hava stundir til ella tíma at fáast við slíkar spurningar, ger tað uppaftur týdningarmiklari, at fjølmiðlarnir fáa atgongd til umboðsnevndarfundirnar hjá SEV. Hóast alt var í hesum føri talan um størstu íløgu í Føroyum í fleiri ár. Tað, sum sermerkti hesa avgerð, var at farið var í gongd uttan at neyðugar umhvørviskanningar vóru gjørdar, uttan at hugsað varð um náttúruskemman, og uttan at aðrir møguleikar vóru kannaðir. T.d. hevði sama orka kunnað verið útvegað fyri ein triðing av teimum 120 mió., um valt varð at satsa uppá vindorku í staðin. Aftur fíggjarligt rokár Væl ber til hjá SEV at hava rokár á hvørjum ári. SEV ásetuálvt prísin. Tað er so eiðasørt at landsstýrið leggur uppí. Ársúrslitið í 1996 gjørdist góðar 15 mió. Inntøkan vaks við 9 mió., men útreiðslurnar vuksu eisini nógv. Oljan við góðum 4 mió. og raksturin annars við 19 mió. (útskifting av kaðalum fyri góðar 13 mió.). Rentuútreiðslurnar minkaðu við smáum 7 mió., og avskrivingarnar vóru 3 mió. minni. Roknað verður við einum ársúrsliti í 1997 uppá góðar 21 mío. Í mun til 1996 minkar inntøkan við 11 mió. (sama elnýtsla sum í 1996, men við lægri prísum). Útreiðslurnar verða nakað tær somu, meðan avskrivingarnar minka eitt sindur. Í 1998 verður roknað við einum ársúrsliti uppá 20 mió. í mun til 1997 verður ein minking í inntøkunum uppá 5 mió. og somuleiðis ein minking í útrieðslunum uppá einar 5 mió. Avskrivingarnar verða nakað tær somu. Talan er serliga í 1998 um ógvuliga varisligar metingar (somu elnýtslu sum í 1996, 5% hægri oljuprísir). Stýrið skjýtur annars upp, at streymprísirnir lækka við 3 oyrum í 1998. Ikki eiti á. Sigast kann, at bæði rakstrarætlanin í 1997 og í 1998 innihalda íløgur, sum verða kallaðar >>eyka<< rakstrarútreiðslur. Hetta ger, at ein fær eina skriva mynd av roknskapinum. T.d. eru turbinoaggregat og rør á Strond útskift fyri 12 mió. í ár. Eiði III farið at merkjast Í løgurnar í 1997 verða smáar 48 mió. av hesum 30 mió. til Eiði III. Íløgurnar í 1998 verða góðar 80 mió. av hesum 40 mió. til Eiði III. Harafturat verða tiknar 40 mió. í láni, og 20 mió. verða tiknar úr byggigrunninum. Í sambandi við íløguætlaninar kann sigast, at tær verða viðgjørdar tvær reisir, men at umboðsnevndin ongan møguleika hevur fyri at hava eftirlit við, um hesar av umboðsnevndini samtyktu íløguætlaninar eru fylgdar, tá ið árið er av. Sum lundi á jólanátt Í mong ár havi eg biðið um, at grannskoðari SEV's skuldi vera hjástaddur á umboðsnevndarfundunum, men enn hevur hann iki víst seg. Hetta hóast hann fyri mongum árum síðan er valdur av umboðsnevndini, og tað eigur at vera okkum til hjálpar. Eisini kenst tað ikki sørt ørkymlandi, at umboðsnevndin ikki hevur havt møguleika fyri at valt grannskoðara í so nógv ár, leiðslan hevur forðað fyri tí. Fari eg at heita á grannskoðara SEV's um alt fyri eitt at leggja starvið frá sær. Klæmint Olsen, SEV-umboðsnevndarlimur Kommunufelagið Kommunufelagið hevur ongantíð verið aftari enn nakar tá ið umráddi at verja kommunala sjálvsavgerðarrættin Tá ið ræður um at verja og stimbra kommunurnar í sjálvsøgdum avgerðarrætti hevur FKF mangan verið nógv ár framman fyri tíð sína. Sum dømir kunnu nevnast at tá ið brunalóggávan var fyri, vendi felagið sær til Tórshavnar kommunu fyri, í felag at gera landinum greitt at lógin gongur so langt í ásetingum sínum um smálutir, at álitið til at nøkur kommuna - ella kommunur í felag - dugdu at seta á stovn og røkja eldsløkkingarlið var onki. F.K.F. helt at lógin var rætt og slætt mannminkandi fyri kommunur og ikki minst fyri Tórshavnar kommunu. Býráðið í Havn lat kortini bara standa til. Tá ið lógin var komin í gildi, tá fóru teir at leita við uggafjarðunum. Sama kann sigast um umhvørvislógina frá 1988, har Tórshavnar kommuna glaðbeint avreiddi sjálvsøgd kommunal ábyrgdarøkir, tí tað var so praktiskt, at lata landið skipa fyri ístaðin fyri kommununa. So var tað ein landsbyggireglugerð har innbygt var at fáa byggivaldið frá kommununum og yvir til landið. Um F.K.F. ikki hevði arbeitt við hond og fót ímóti hesum, so var tað hent. Í sambandi við ivamálið um byggivald har studningur er uppií hevur FKF eisini havt nøsina langt frammi uttan at merkja serliga nógv frá landsins størstu kommunu. Kommunufelagið hevur altíð verið á varðhaldi tá ið umræður sjálvsagdan kommunalan sjálvavgerðarrætt, sjálvt um onkur hevur gloymt tað. Jógvan K. Mørkøre Eyðun Klakkstein Donsku hondbóltsgenturnar suverenar frá byrjan Hondbóltur: Danska kvinnulandsliðið vann stóran sigur á einum veikum kinesiskum liði ­ Tað er ilt at meta um okkara styrki út frá hesum dystinum, tí mótstøðan var ov lítil, segði venjarin hjá donsku hondbóltsgentunum, Ulrik Vilbek, eftir stóra sigurin á Kina týskvøldið. Hetta var fyrsti dysturin hjá Danmark í HM-kappingini í hondbólti fyri kvinnur, sum er í Týsklandi í hesum døgum. Eftir ein trilvandi byrjan, kom ferð á danska liðið, sum við skjótum og uppfinnsomum spæli, fullkomiliga niðurspældi kinesiska liðið. Í seinna hálvleiki gav Danmark nógv dømi um hvussu væl samanspælt liðið er, og at tað avgjørt má metast sum ein av favorittunum til HM-heitið. ­ Tað er okkurt sum skal rættast, men annars gongur alt sum ætla, segði Ulrik Vilbek eftir dystin. Einasti spælarin við tilknýtið til Føroyar er Janne Kolding, sum býr saman við føroyinginum Erlendi Johannessen. Hon fekk í fyrra hálvleiki skaða í beinið og noyddist at gevast at spæla. Fyrstu boðini úr donsku leguni eru, at Janne Kolding ikki kann vera við næstu tveir dystirnar, tí hon hevur fingið ein fiburskaða í beinið. Anja Andersen gjørdi flest mál fyri Danmark hendan dystin, 8, Camilla Andersen gjørdi 7, og Gitte Madsen 6. Næsti dysturin hjá Danmark er móti Kekkia mikukvøldið. Rentur og avdrøg skulu úr 16 og niður í 7 milliónir Býráðsformaðurin í Runavík skilir ikki, at landspolitikarnir ætla at broyta skattalógina aftaná, at kommunurnar hava samtykt fíggjarætlanirnar Runavíkar býráð hevur lagt fíggjarligu karmarnar fyri 1998. Fíggjarætlanin er send landsstýrinum, og býráðsformaðurin, Jákup Lamhauge, vónar, at landsstýrið góðkennir tað, sum teir í triðju størstu kommuni í landinum hava samtykt: - Vit hava arbeitt eftir bestu sannføring. Eingin veit, hvussu framtíðin fer at laga seg, men soleiðis sum gongdin er nú, so halda vit okkum hava tamarhald á fíggjarstøðuni. Tað er millum lítið og einki av arbeiðsloysi, virksemið er nógv í havnini og handilslívinum, og vit hava nógvar tænastustovnar í kommununi, staðfestir Jákup Lamhauge. Samstundis vísir hann á, at tað er landsstýrið og landspolitiski myndugleikin í Føroyum, sum skapir størstu óvissuna, sum er í fíggjarligu framtíðini hjá kommununi: - Vit halda vanligu rakstrarkontonum á tí støðinum, har tær hava verið, og vit hava alla tíðina eyguni við, hvar vit kunnu spara. Men vit eru noyddir at hækka, har sum landið áleggur okkum at gera tað. Á komandi fíggjarætlan er talan um skúlan, dagrøktina, barnagarðin og tannrøktina. Samlaða hækkingin á hesum økjum er fyri okkara viðkomandi 1,177 milliónir krónur, og tað er nógv, tá eitt skattaprosent gevur 1,67 milliónir í kassan. - At vit eru misnøgdir við at fáa smoygt hækkingarnar omanyvir okkum í staðin fyri sjálvi at hava rættin at gera av, hvat pengarnir skulu brúkast til, sigur seg sjálvt. Og tað verður ikki betri av, at landspolitikarnir nú í ramasta álvara tosa um, at minka um skattagrundarlagið hjá okkum komandi ár, eftir at vit hava samtykt fíggjarætlanina, sigur Jákup Lamhauge og vísir á, at nú er ætlanin at minka um skattin hjá fiskimonnum: - Tað eru ymiskar áskoðanir á henda spurningin, men tað er avgjørt ikki nøktandi fyri okkum, at stig verða tikin til at hetta skal verða galdandi frá komandi nýggjári, eftir at vit eru liðug at leggja til rættis. Støðan Skattaprosentið í Runavíkar kommu er sett til 19,0 í 1998. Harafturat kemur eina prosentið, sum higartil er farið í kreppulánsgrunnin. Kirkjuskatturin er 0,57%, og barnafrádrátturin er 1.500 krónur. Kommunan fer á nýggjárinum at skylda 67 milliónir krónur. Komandi ár verður roknað við 31,9 milliónum í skattainntøku. Runavíkar havn gevur millum 5 og 6 milliónir í bruttoinntøku, og alt í alt heldur formaðurin, at teir við inntøkunum bæði kunnu reka kommununa og avgreiða skuldina: - Komandi ár fara vit at niðurgjalda skuldina við 6,1 millión, og tað svarar til 9,1 prosent av restskuldini, umframt at vit sambært kommunuavtaluna skulu gjalda 5,5 milliónir í rentum. Tá kommunuavtalan gongur út í ár 2000 ætla vit, at skuldin skal vera 50 milliónir, og um tað tá eydnast okkum at fáa eina avtalu, sum gongur yvir 10-12 ár, so fara vit at brúka 7 milliónir um árið til rentur og avdráttir. Í 1993 brúkti kommunan 16 milliónir til hesar postarnar, vísir Jákup Lamhauge á. Høg tænasta Býráðsformaðurin fegnast yvir stóra virksemið í kommununi: - Vit fingu teir átta bátarnar hjá Beta higar fyri nøkrum árum síðani, og virksemið, sum hevur staðist av tí, hevur saman við fiskivinnuni, sum var frammanundan, nógv at siga fyri okkum. Samferðslumenningin í landinum og kanska serliga í Eysturoy seinastu nógvu árini hevur havt við sær, at handilslívið her hjá okkum er blómað, samstundis sum nógvir stovnar, bæði almennir og privatir, eru komnir higar. - Vit fegnast um, at vit síggja vitjani her úr allari oynni, umframt aðra staðni frá, eitt nú úr Klaksvík og úr Havnini. Ferðslan Býráðsformaðurin hevur eitt hjartasuff í sambandi við nógvu ferðsluna, sum er í kommununi í desembur. - Kommununar uppgáva er m.a. at syrgja fyri parkeringsøkjum. Vit hava nógv pláss tøkt. Stóra takið er at brúka tey. Øll vilja sleppa so nær handlunum sum tað ber til, og so er alt stúgvandi fult, og tað ber vandar í sær, eisini tí vit hava eina eitt sindur ótolna ferðslumentan. Vit vilja vísa vitjandi á, at niðri á havnalagnum dygst niðanfyri handilsbygningarnar, eru stór parkeringsøki. Trappur eru upp á vegin, so tað tekur onga tíð at ganga. Tað hevði hjálpt okkum øllum, um hesi økini vórðu meiri brúkt, sigur Jákup Lamhauge, býráðsformaður í Runavík, sum eisini heitir á tey í bili um at vísa tol: - Vit síggja tíverri ikki so sjáldan, at tá ein bilur heldur av fyri at geva fótgangara høvi at fara tvørturum vegin, so roynir onkur bilur aftanfyri at yvirhála. Tá er stórur vandi á ferð, og vit heita inniliga á bilførarar um ikki at taka sær nøkur óráð fyri. Vága Sambandsfelag hartar løgmann Í tíðindabrævi, sum sent er pressuni í gjár, ger Vága Sambandsfelag greitt, at felagið ikki tekur undir við avgerð løgmans um at koyra Sámal Petur í Grund úr starvi Tað nýtur fast í Vágum, at stinnasti framherji og flaggberi teirra, sum vilja hava fast samband um Vestmannasund, er fallin. Í samrøðu við Sosialin í gjár, segði Thurid Olsen, sum er formaður í Felagskommununi í Vágum, at Vágafólk eru uppøst. Thurid Olsen er, umframt at vera formaður í Felagskommununi, eisini formaður í Vága Sambandsfelag. Og sumum formaður í Vága Sambandsfelag hevur Thurid Olsen saman við restini av nevndini boðað frá í tíðindabrævi, sum sent er pressuni, at tey ikki styðja avgerð løgmans um at koyra Sámal Petur í Grund frá. Í tíðindabrævi sigur Vága Sambandsfelag soleiðis: Á fundi í Vága Sambandsfelag 2. des. 97 er nevndin komin til tað úrslit, at hon als ikki kann taka undir við avgerðini hjá Edmundi Joensen, løgmanni, at siga S.P. í Grund úr starvi vegna hansara arbeiði at loysa ein av mest átroðkandi samferðslutrupuleikum í landi okkara. Tað harmar okkum almikið, at fasta sambandið um Vestmannasun er orsøkin til hesa uppsøgn. Vit vilja veita okkara løgtingsumboði fullan stuðul í hansara niðurstøðu í hesum máli. Vágatunnilin var undanførsla hjá løgmanni fyri at sleppa av við meg -Tað er púra burturvið av løgmanni at brúka Vágatunnilin sum grundgeving fyri uppsøgnini. Eg havi bert gjørt tað, sum einhvør landsstýrismaðurin vildi gjørt. Hetta málið man botna í nøkrum, sum liggur nógv djúpri enn undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund. Tað fer so eisini at koma fram. -Eg havi verið hóttur við uppsøgn tvær ferðir áður. Eg veit ikki, hví tað ikki ber til at tosa saman, tá tú jú er í samstarvi, og hví alt skal verður bál og brandur! Hetta sigur frákoyrdi landsstýrismaðurin, Sámal Petur í Grund við Sosialin, dagin eftir, at hann pakkaði saman í Tinganesi. Sámal Petur í Grund og Edmund Joensen hava samstarvað, síðani samgongan varð skipað eftir síðsta val. Hóast teir báðir hava havt gott samstarv í byrjanini í hvussu er, so er tað vorðið longur og longur millum teir, sum frá hevur liðið. Hesa tíðina hevur tað verið til ikki minni enn tvær hóttanir um uppsøgn - til so endaliga uppsøgnin kom - uttan enn eina hóttan. Sámal Petur í Grund vísir á, at fyrra hóttanin kom í november mánað 1995, tá avtala skuldi undirskrivast við danir. Tá noktaði hann í fyrsta umfari at skriva undir og løgmaður segði honum, at skrivaði hann ikki undir, var sjálvstýrisflokkurin ikki við í samgonguni meira. Seinna hóttanin kom í januar í ár í sambandi við nógv umrødda tipsmálið. Meðan fyrra hóttanin var munlig, so var henda skrivlig. Nú kom so endabresturin. Sagdur upp uppá grátt pappír - uttan nakra sum helst ávaring. Løgin arbeiðsháttur -Hetta er ein undarligur arbeiðsháttur. Vit høvdu vanligan landsstýrisfund mánadagin og løgmaður og eg gingu um beinini á hvørjum øðrum uttan, at eitt øvugt orð fall. Ístaðin fyri at práta við meg um hetta, so fær tú bræv í hondina við eini uppsøgn. Um tað er so, at løgmaður metti meg hava sagt nakað skeivt við útvarpið, so kundi hann tosað við meg um tað. Men soleiðis arbeiðir løgmaður ikki. Sámal Petur í Grund leggur aftrat, at ein ríkisleiðari kann ikki siga einum landsstýrismanni upp útfrá nøkrum, sum hann er endurgivin fyri at siga í útvarpinum. -Taka vit aktuella tunnilsmálið og siga, at tað er hetta, sum løgmaður hevur sagt meg úr starvi uppá, so er til tað stutt at siga. Eftir at hava verið í Íslandi og kunnað meg um tunnilsarbeiði har, varð farið at gera kanningar í Føroyum. Hetta er ikki annað enn náttúrligt. Harvið varð tó eingin avgerð tikin um, antin tunnilin skuldi gerast ella ikki, tí øllum kunnugt, eisini løgmanni, so kann ein landsstýrismaður ikki sjálvur fara niðan í tingið við einum uppskoti. Í hesum føri skal hann leggja tað fyri landsstýrið fyrst. Sámal Petur í Grund vísir á, at tá løgmaður herfyri gjørdi greitt í røðu á tingi, at landsstýrismenn gjørdu ikki sítt heimaarbeiði, og at teir áttu at halda seg innan fyri teir karmar teir høvdu fingið og disponera út frá tí, so tók hann løgmann uppá orðið og gjørdi eitt broytingarskjal til fíggjarlógaruppskotið, ið eisini er vanlig mannagongd. -Í hesum broytingarskjalinum, sum landsstýri og samgonga eru vorðin kunnað um, verða 9 mill. kr. skarvaðar av játtanini hjá landsverkfrøðingsstovninum. Talan er mest um nýgerð av vegum. Hesin peningur er so ætlaður at brúka til onnur endamál, eitt nú innan samferðsluøkið. Bræv til løgmann Í brævi dagfest 30.10 til løgmann og landsstýrismenn greiðir Sámal Petur í Grund m.a. frá samferðslutrupulleikunum, sum hava tikið seg upp á Vágaleiðini. Har nevnir hann tjakið um fast samband og vísir til kunnandi ferð í Íslandi, og at ein bólkur settur av felagskommunum í Vágoynni arbeiðir við at lýsa samfelagsliga týdningin av føstum sambandi. Hesin bólkurin kom við sínum tilmæli 15. november. Í sama brævi verður upplýst, at landsverkfrøðingurin hevur fingið til uppgávu at dagføra ætlanina frá seinast í áttatiárunum. -Henda dagføring er viðløgd til kunningar, og sum grundarlag fyri einum framhaldandi tjaki í landsstýrinum eru orðini frá Sámal Petur í Grund, landsstýrismanni til løgmann. Sámal Petur í Grund sigur, at hetta brævið átti at verið nóg mikið til at tikið burtur grundgeving løgmans fyri, at hann sum landsstýrismaður skal hava brúkt óvanligan og skeivan framgangsmáta. Enn eitt bræv Og fara vit so víðari - fyri framhaldandi at lýsa støðuna hjá frákoyrda landsstýrismanninum í hesum máli - so hevur hann tann 25. november sent øllum samgongutinglimum bræv, har tað verður greitt frá støðuni innan samferðsluøkið. Hann vísir á, at tað er neyðugt við íløgum í næstu framtíð og hann skrivar: -Innan teir karmar, sum vórðu givnir til fíggjarløgtingslóg fyri 98, var ikki tað stóra plássið fyri íløgur í samferðsluútbúnað. Eitt rættingarskjal er á veg til fíggjarnevndina, har nakrar smáar umprioriteringar eru at finna. Síðani verður reksað upp, hvør tørvurin er á samferðsluøkinum komandi árini og verður settur upp ein "landsplanur" fyri neyðugar íløgur. At enda vísir landsstýrismaðurin á, at tað kundi verið freistandandi at bíða eftir, at "landsplanurin" er liðugur ella at fyrsta ábendingin er komin (mai 98). Stórt yvirskot í 97 Síðani verður nomið við Vágatunnilin og skrivar landsstýrismaðurin, at tað var rætt at steðga arbeiðinum í 89 útfrá samfelagsligu støðuni tá. Nú er støðan ein onnur, tí tað helst verður eitt yvirksot á fíggjarlógini í inniverandi ári uppá 200 mill. kr. -Tað tykist sum tingmenn og politikarar annars eru fyri, at tunnilin fyrr ella seinni gerst veruleiki. Spurningurin er so, um tíðin at taka arbeiðið uppaftur er komin, ella bíðast skal í eina tíð enn. Sámal Petur í Grund vísir á, at tað eru argument fyri at útskjóta hetta arbeiðið, men leggur aftrat, at tað slepst ikki undan einari ella aðrari íløgur á farleiðini kortini. Og tí er umráðandi, at støða verður tikin til, hvør leið skal gangast. Og her eru tríggjar leiðir í at velja. Antin at brúka umleið 90 mill kr. til ferju og ferjulegu, at brúka tvær minni ferjur ella at seta arbeiðið uppá tunnilin í gongd aftur. At enda skrivar landsstýrismaðurin, at rættast er - eftir hansara tykki - at 40 mill. kr. verða tiknar av yvirskoti landskassan í verndi fíggjarári. Til ber at játta peningin í ár, men hann verður ikki brúktur, uttan so at løgtingið eisini samtykkir løgtingslóg um partafelag. -Kemur løgtingið so hartil, at tað ikki vil samtykkja lóg um partafelag, til hesa bygging og víðari rakstur, so fellur peningurin aftur í landskassan og viðførir, at yvirskotið í 97 verður tað størri. Skal henda loysnin veljast, so hevur málið skund, tí havi eg valt henda máta at senda tykkum hesar reglur, saman við uppskoti um eykajáttan. Víst verður á í brævinum, at landsstýrið er kunnað um hetta á politiskum landsstýrisfundi. Gevið til kennar.... Og landsstýrismaðurin endar brævið við hesum orðum: -Skal umsókn um eykajáttan leggjast fram og viðgerast í løgtinginum í ár, so er helst neyðugt, at málið fer um landsstýrisfund í fyrstu viku av desember. Eg fari hervið at heita á tykkum at geva til kennar, um tit taka undir við at játta 40 milliónir kr. á inniverandi fíggjarlóg, sum partapening í partafelag, sum skal taka sær av at byggja og reka fasta sambandið um Vestmannasund. Helst er greiðast, at tit boða formanninum í tingbólkinum frá støðutakan tykkara, soleiðis at hann/hon kann boða frá tykkara støðu. Sámal Petur í Grund sigur, at við hesum brævinum er grundgevingin hjá løgmanni fyri at siga seg upp, burturdottin. -At løgmaður brúkar júst hetta bræv sum grundgeving fyri uppsøgnini, vísir bert, hvussu løgmaður velur at mistulka ein tekst fyri harvið at kunna brúka hetta móti einum landsstýrismanni honum ikki hóvar. Sámal Petur í Grund vísir á, at tí er tað púra greitt fyri sær, at tað aftan fyri alt hetta eru heilt aðrar orsøkir til, at løgmaður hevur sagt seg upp. -Tær orsøkirnar fara vit kanska at fáa nakað meira at vita um komandi dagarnar, tá meiri kemur fram fyri dagsins ljós. Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá løgmanni til úttalilsini hjá Sámal Petur í Grund, men tað hevur ikki eydnast okkum. Løgmaður er lopin framav - Edmund Joensen hevur heimild at seta ein landsstýrismann frá, og honum nýtist ikki at grundgeva fyri tí, men tað er ikki skilagott fyri politisku støðu hansara, at hann hevur gjørt hetta av sínum eintingum, sigur advokaturin, sum hevur verið við til at smíða nýggju stýrisskipanarlógina Nýggja stýrisksipanarlógin gevur løgmanni allan avgerðarrætt, tá tað snýr seg um at seta ella koyra landsstýrismenn frá. - Tað er kortini ein løgin mannagongd, sum her, tá løgmaður gevur Sámali P. í Grund sekkkin, uttan at siga Landsstýrinum frá, ella at tosa við Sjálvstýrisflokkin frammanundan. - Viðvíkjandi politisku støðuni, so er vanligt aðrastaðni at stjórnarleiðarar arbeiða øðrvísi enn í hesum føri. Løgmaður átti at tosað við flokkin hjá landsstýrismanninum, og innanhýsis í Landsstýrinum, áðrenn hann tók hetta stigið. - Avleiðingin av at Edmund Joensen ikki hevur tosað við aðrar áðrenn hann tók hetta stigið er, at hann missir politisku undirtøkuna, sigur Annfinnur V. Hansen. Kann fáa avleiðingar fyri samgonguna Hann heldur, at politikararnir rættiliga royna seg við nýggju stýrisskipanini. Teir hava nærum roynt allar heimildirnar, eitt nú at seta misálitisváttan, hava sett kanningarstjóra. Løgmaður hevur hótt við at seta Landsstýrið frá, og Landsstýrismannanevndin er sett at virka. - Formliga hevur løgmaður alt valdið, men tað er bygt á samstarvið við hinar flokkarnar í samgonguni. - Tekur hann einsamallur stig til slíkt uttan um samgonguna, so er hon ikki við honum. - Tað kann fáa avleiðingar í samstarvinum við Sjálvsstýrisflokkin - men eisini avleiðingar fyri hinar limirnar í samgonguni, sigur Annfinnur V. Hansen. Átti at tosað við hinar Hann heldur, at tað virkar sum er løgmaður í hesum føri er lopin framav. Hvørjar avleiðingar tað fær siðvenjingarliga, veit hann ikki, men heldur, at so hevði verið rættast av løgmanni at samráðast við aðrar, eitt nú at planlagt at arbeiða uttan um Sjálvstýrisflokkin. - Vanliga mannagongd hevur tá verið, at løgmaður segði t.d. at hann var ósamdur við Sámal P. í Grund ella við flokk hansara. - Um nú landsstýrismaðurin hevði tikið av kassanum o.s.fr., so kundi Edmund Joensen sagt við Sjálvstýrisflokkin, at teir skuldu valt ein nýggjan landsstýrismann. - Um hann politiskt ikki hevði ført seg rætt fram, so kundi løgmaður slitið samstarvið ella funnið eina aðra loysn. - Tað, at løgmaður situr sum ein >>skúlastjóri og soleiðis býtir sigarir út<<, er ein misskiljing. Hann má hava sínar samgongupartar við sær, tí hann í veruleikanum er bundin av, hvat hinir partarnir halda og gera, sigur Annfinnur V. Hansen. Gitingarnar eru nógvar um, hvørjar avleiðingar tað fær, at samstarvið við Sjálvstýrisflokkn nú er slitið. Løgmaður hevur frameftir valdið, og bert ein misálitisváttan frá tinginum kann seta Edmund Joensen frá. Antin heldur Landsstýrið fram sum minnilutastýri, og livir bert frá máli til mál, ella formliga kann løgmaður taka annan flokk inn í samgonguna. Hann kann eisini skipa nýtt landsstýri ella útskriva nýval. Løgin mannagongd - Henda mannagongdin hjá Edmundi Joensen er óvanlig, við tað, at hann er noyddur at grundgeva fyri uppsøgnini politiskt. - Virkar hetta ikki politikst óbúgvið? -Tað er torført at skilja tað, men soleiðis arbeiða stjórnarleiðarar ikki aðrastaðni. Hugsandi er at løgmaður ynskir nýval, men um so er, haltar starategiin. Hugsandi er, at strategiin er, at løgmaður vil hava nýval. Tað hevur leingi virkað, sum hevur hann leitað eftir eini umbering at skriva út val. - Tað er møguligt at hann nýtir blokeringsmøguleikan, at um hinir ikki vilja spæla tað spælið, sum løgmaður vil, so tekur hann >>leikuna<< frá landsstýrinum, sigur Annfinnur V. Hansen. Grótvarpari í glashúsi Er Eyðun Viderø ein neutralur eygleiðari? Í Dimmalætting seinasta leygardag hevur Eyðun Viderø, fólkafloksmaður og bygdaráðsformaður á Sandi nakrar sokallaðar viðmerkingar til ymisk kommunumál. Serliga eru tað viðurskiftini, sum hava nakað við Tvøroyri at gera, sum fyri henda bygdaráðsformann eru serliga áhugaverd. Hann skal eitast at royna at vera ein neutralur eygleiðari, sum frá síðulinjuni ger viðmerkingar til truplu støðuna, Tvøroyri er komin í, og um politisku viðurskiftini annars í kommununi. Tað er næstan, sum tú merkir, at hesin eygleiðari onkursvegna fegnast um, at tað hóast alt er onkur kommuna, sum er verri fyri, enn hon, hann sjálvur stjórnar. At seta kommunur upp móti hvørjum øðrum Neyvan verður nakað gott at spyrjast burturúr, tá kommunur verða settar upp ímóti hvørji aðrari, ella tá aðrir fara at blanda seg ov nógv í innanhýsis trupulleikar í einari aðrari kommunu, soleiðis sum Eyðun Viderø ger eina heilhjartaða roynd uppá. Ber so til at grumsa málið uppaftur meira við at taka partapolitikk uppí, ja so er spælið vunnið. Gamalt er at siga, at ikki eigur at verða kastað við gróti, tá ein sjálvur býr í einum glashúsi. Hesi vísdómsorð galda eisini Eyðun Viderø. Nei, tað eru hinir, sum siga tað Rættiliga snildisliga leggur hann øll negativ úttalilsir í munnin á Páll Vang, býráðsformanni á Tvøroyri sum eisini av røttum eigur tey, men ikki kemst uttanum, at Eyðun Viderø frøist við at kunna endurgeva tey, og tað skal eingin ivast í, at hann tekur undir við teimum av heilum hjarta, hóast hann ikki er maður nokk til beinleiðis at siga tey. Men tað veksur maðurin ikki av. Tí skal bæði Eyðun Viderø og fólk annars fáa rætta samanhangin at vita. Kommunuskuldin á Tvøroyri Kommunuskuldin á Tvøroyri gevur bygdini óloysiligar trupulleikar, soleiðis sum støðan nú er. Kommunan skyldar einar 165 mió. kr. Hetta er ikki nakað, sum nakar rættsiktaður persónur kann frøast um, uttan mun til, hvat viðkomandi annars heldur um tvørafólk og politisku flokkarnir, sum har hava búleikast. Eyðun tykist vera sera illa kunnaður um hesi viðurskifti og enntá roynir at siga tað, sum skeivt er. Ella skrivar hann, sum mest sannlíkt er, móti betri vitandi. Vit høvdu tíverri í Javnaðarflokkinum eitt innanhýsis stríð á Tvøroyri í 1984, sum endaði við, at tey, sum áður vóru javnaðarumboð í býráðnum fóru sundur. Vit vóru trý ymboð, sum endaði í andstøðu, meðan hini bæði umboðini við Dánjal av Rana á odda, kastaðu saman við teimum borgarligu m.a. Fólkaflokkinum og Páll Vang. Úrslitið av hesum stríði gjørdist, at teir borgarligu fyri fyrstu ferð komu til at stjórna býi okkara. Hetta var sum sagt í 1984. Í 1992 og aftur í 1996 gjørdist Páll Vang formaður, meðan hann hinar báðar seturnar var næstformaður hjá Dánjal av Rana, sum var býráðsformaður frá 1984 til 1992. Skuldin í 1984 og í dag Í 1984 skyldaði kommunan uml. 70 mió. kr., og vóru tá allar tær stóru íløgurnar í skúlar, ítróttarhøll, vegir og partvíst havnin á Drelnesi gjørdar, umframt at útbyggingin av vinnulívinum við bæði virki og skipum var komin upp á pláss. Tá misti Javnaðarflokkurin ávirkanina í býráðnum. Hetta var ein lánsupphædd, sum var ríkiliga stór, men sum tó hevði borið til at goldið niður. Støðan í dag aftaná 12 ár við teimum borgarligu Í dag skyldar kommunal uml. 165 mió. kr., og einasta nýggja íløgan,s um komin er, er ein nýggjur barnagarður. Restin av lánunum er farin til at tippa hol við og annars til at fíggja eitt yvirforbrúk. Av hesum tíðarskeiði eigur Fólkaflokkurin formannin í fimm ár, og næstformannin í átta ár. Hygg fyrst um teg sjálvan Tá Eyðun Viderø er so upptikin av Tvøroyri, kundi eg kanska spurt, um hann heima á Sandi eisini hevur eygleitt javnaðarmenn í at niðurbinda hansara kommunu við skuld? Sjálvur situr hann sum formaður, og undangongumaður hansara sum formaður var úr Tjóðveldisflokkinum. Men kanska finnur hansara dømandi sál onkran javnaðarmann kortini, sum hann kann brúka sum syndabukk. Men innast inni dugi eg ikki at síggja, hvat tað skal tæna, at partapolitisk spjøldur verða hongd á kommunuskuldina. Tað ger tað ikki lættari at gjalda hana aftur, kanska tvørturímóti. Kommunuskuld av neyð Eg hoyrdi Eilif Samuelsen í Fimmaranum siga, at kommunur høvdu lænt seg út á bláman. Og tað er eisini rætt, at so er. Men husjónarliga eri eg ikki samdur við Eilif Samuelsen, tá hann sigur, at kommunur ikki skulu luttaka í vinnulívinum. Her má tað vera so, at tá tað privata ikki røkkur, og tað er sanniliga ikki so sjáldan, so má tað almenna í hesum føri kommunan taka takið. Tað finst einki alternativ. Men Eilif Samuelsen, sum býr í kommunu við føstum regluligum inntøkum stavandi frá almennari umsiting, kennir ikki til, at kommunur hava verið noyddar til at spenna seg fyri vinnulívið, tí annars var hungur og hall. At sita og bíða eftir sokallaðum vinnulívsmonnum hevði ikki mettað nógvar munnar ella givið nógvum hondum arbeiði. Áðrenn kommunan á Tvøroyri í fyrraparti av sjeytiárunum fór undir at skipa fyri vinnulívinum í bygdini, var sum sunnudagur hvønn dag. Hetta var eitt neyðugt og skilagott tiltak, sum fekk undirtøku frá allari bygdini. At tað so seinni hevur gingið meira tungt, tað var bara spell, men soleiðis gekst við øllum okkara vinnulívi fyrst í nítiárunum. Var Eyðun Viderø so konstruktivur? Mær rennur í hug, tá tíðindini gingu um, at nú var bygdaráðsformaðurin á Sandi farin til Havnar at krevja Fiskavirking til at taka virkið heima á Sandi niður, tí einki virksemi var. Múrarnir skuldu falla eins og í Jeriko á sinni. Tað var hansara dómur. Í dag trúgvi eg, at nógvir sandoyingar fegnast um, at Eyðun Viderø ikki fekk sín vilja, tí nú er eitt blómandi virksemi á báðum virkjunum. Tá má sigast, at fólkini aftan fyri Sandoy Seafood eru munandi meira konstruktivir. Falnir múrar metta ongar munnar. Jóannes Eidesgaard Stríð í Sambandsflokkinum At løgmaður hevur koyrt Sámal Petur í Grund frá, tí hann hevur verið ov grammur við undirsjóvartunnilsætlanunum, kann nú fáa innanhýsis avleiðingar í Sambandsflokkinum ­ Steðgar løgmaður ætlanunum um undirsjóvartunnilin, fær tað avleiðingar fyri Sambandsflokkin, tí so kann eg ikki stuðla honum. Hetta segði Suni Jacobsen við sjónvarpið í kvøld. Suni Jacobsen er tingmaður fyri Vága valdømi. Hann situr á tingi sum varamaður fyri Ivan Johannesen, sum er landsstýrismaður, og sum tí ikki kann hava sæti á tingi. Suni Jacobsen er tann fjóðri av átta tingmonnum, sum hetta valskeiðið hava mannað Sambandsflokkin á tingi, sum finst at løgmanni, Edmund Joensen. Fyrst var tað Finnbogi Arge, sum fanst at Edmundi Joensen. Hetta endaði við, at hann tók seg úr Sambandsflokkinum. Bjørn á Heygum hevur fleiri ferðir funnist at leiðsluforminum hjá Edmundi Joensen. Herfyri fanst Atli Hansen, sum er varamaður hjá Edmundi Joensen, og sum er formaður í tingbólki floksins, harðliga at Edmundi Joensen, og sum tann fjórði er tað nú Suni Jacobsen, ið er frammi við hóttanum. Hin tingmaðurin fyri Vága valdømi er Jørgin Niclasen, fólkaflokstingamður. Hann er eisini partur av samgonguni, og hann finnur seg heldur ikki í, at málið nú verður steðgað, segði hann við sjónvarpið. Nógv fundarvirksemi hevur verið á Gamla Apoteki í kvøld, og sum skilst hevur løgmaður tosað við umboð fyri Kristiliga Fólkaflokkin og Miðflokkin. Men enn er ikki greitt, um hann hevur biðið um samstarv. Politiska støðan er ógreið - men greitt er, at samgongan hevur mist meirilutan, eftir at Sjálvstýrisflokkurin klokkan 18:00 í kvøld handaði løgmanni uppsøgnina av samgonuni. Men skal misálitisuppskot setast fram móti samgonguni, mugu fleiri atkvøða fyri, enn ímóti. Sum skilst eru javnaðar-, tjóðveldis, og sjálvstýristingmenninir saman við Ingeborg Vinther úr Verkamannafylkingini og Finnboga Arge, uttanflokkatingmanni, fyri at fella samgonguna. Kristiligi Fólkaflokkurin og Miðflokkurin tykjast ikki vilja val nú. Sum støðan er nú, hevur samgongan nú 15 tingmenn aftan fyri seg og 13 tingmenn beinleiðis ímóti sær. Avgerandi verður tí, hvat teir fýra tingmenninir fyri Kristiliga Fólkaflokkin og Miðflokkin fara at gera. Sjálvstýrisflokkurin loysir seg frá samgonguskjalinum SOSIALURIN, týskvøld: Álitisumboð Sjálvstýrisfloksins hava samtykt, at flokkurin skal loysa seg frá samgonguskjalinum ­ Men vit leggja dent á, at løgtingið verður arbeiðsført, segði Helena Dam á Neystabø í samrøðu við Útvarpið í kvøld. ­ Vit eru ikki longur í samgonguni, og politikkur er at finna kompromis, so er greitt, at vit kenna okkum leysari nú, tá vit ikki longur eru partur av samgonguni - og tískil ikki hava fyri neyðini at stuðla politikki samgongunnar. Politiska støðan er í kvøld ógreið. Stóru andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin siga, at val eigur at verða skrivað út sum skjótast - men um meiriluti er fyri at leggja misálitisuppskot á løgmann og harvið á samgonguna, er ikki greitt enn. Landsstýrið kann arbeiða víðari og royna at finna semju frá málið til mál, men tað krevur so, at andstøðuflokkarnir ikki atkvøða ímóti landsstýrinum í tinginum, eitt nú tá fíggjarlógin seinni í mánaðinum skal samtykkjast. Samgongan hevur nú 15 tingmenn aftan fyri seg. Sambandsflokkurin hevur sjey, Fólkaflokkurin hevur seks og Verkamannafylkingin hevur tveir. Í andstøðuni eru 16 tingmenn. Javnaðarflokkurin hevur fimm, Tjóðveldisflokkurin hevur fýra, Kristiligi Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava hvør sínar tveir og Verkamannafylkingin í andstøðu hevur ein. Afturat hesum kemur Finnbogi Arge, sum tók seg úr Sambandsflokkinum eftir misnøgd við politiska handalagið hjá løgmanni. Undirsjóartunnilin skal avgreiðast Persónligt misljóð millum tveir persónar í Tinganesi gjørdi, at undirsjóartunnilin saman við vágafólki varð tikin gíðsli, sigur Jørgin Niclasen, løgtingsmaður Fólkaflokstingmaðurin í Vágum, Jørgin Niclasen, harmast um, at persónligt misljóð millum Edmund Joensen, løgmann, og Sámal Petur í Grund, fyrrverandi landsstýrismann, gjørdi, at undirsjóartunnilin vestur í Vágar endaði sum politiskur gíðsli. >>Tað er átroðkandi at fáa hetta málið loyst,<< sigur Jørgin Niclasen. >>Og viðgerðin skal halda fram.<< Jørgin Niclasen sigur, at hann hevur skilt á lagnum, at politiskur vilji er fyri at halda fram uttan val. Og eingin ivi er um, at Fólkaflokkurin vil halda fram, tí flokkurin hevur fleiri stórmál liggjandi, sum skulu avgreiðast undan einum vali, sigur hann. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Vágafólk eru uppøst Tað kom sum ein hvøkkur á Vágafólk, eins og øll onnur, at løgmaður í gjár koyrdi Sámal Petur í Grund úr starvi Vágafólk gjørdust kløkk og uppøst, tá tað frættist, at Sámal Petur í Grund var frákoyrdur í gjár. Thurid Olsen í Sandavági, sum er formaður í Felagskommununi í Vágum sigur, at tað harmar tey, at málið um undirsjóartunnilin fekk eina slíka vend. Hetta er eitt gamalt mál, sum vágafólk í seinastuni hava sett stórar vónir til. Fyrstu ferð málið var frammi, var seinast í áttatiárunum. Men ta søguna kenna øll. Hesaferð væntaðu fólk, at tað fór at bera til at fáa tunnilin, sigur Thurid Olsen. Men nú sær aftur út til, at stígur kemur í. Thurid Olsen sigur, at fólk, hon hevur tosað við, síðan tíðindini spurdust, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum var frákoyrdur, eru øgiliga kedd. Hetta eru ring tíðindi at fáa nú beint upp undir jól, tá fólk annars skuldu havt tað hugnaligt. >>Tað er ein tungur stemningur í Vágum í dag,<< sigur Thurid Olsen. Hon sigur, at tá málið fyrstu ferð var frammi, vóru nógv, eisini hon sjálv, sum ivaðust, um tað var rætt at gera tunnil undir Vestmannasund. Men soleiðis er ikki nú, sigur hon. Tað er neyvan fólk í Vágum í dag, sum ikki er fyri, sigur Thurid Olsen. Og tað sær út til, at rákið er vent aðrastaðni eisini, sigur hon. Tað eru alt fleiri, sum vóru í móti tá, sum eru fyri nú, sigur hon. >>Øll, ein tosar við um sambandið í Vágar, nevna fløskuhálsin, um Sundið.<< Felagskommunan í Vágum hevur við vilja hildið lágan profil, meðan málið hevur verið fyri. Men tey hava kortini fylgt gjølla við, hvussu leikur fór. Millum annað er Felagskommunan limur í Vága Vinnufelag, sum hevur arbeitt nógv við málinum. Enn er hendan støðan so nýggj, sigur Thurid Olsen, at hon er ikki viðgjørd í Felagskommununi enn. Men eingin ivi er um, at fólk eru sera hørm um tað, sum nú er hent. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Hetta standi eg ikki model til Í gjár segði stjórin á ALS seg úr starvi. Hann hevur verið á stovninum í eitt ár. Í hesum tíðarskeiði hava 11 starvsfólk sagt upp. Eftir fund í stýrinum í gjár, gjørdi stjórin av at fara Aftaná døgurða í gjár kom eitt skriv út til starvsfólkini á ALS. Tað var frá stjóranum, sum í brævi greiddi teimum frá, at hann hevði biðið um at verða loystur úr starvinum á ALS. - Tað var ikki mín ætlan at gevast í stjórastarvinum, men órímiligu og skeivu atsóknirnar móti mær tykjast ikki at fáa nakran enda. - Tí meti eg av persónligum orsøkum tað vera best at gevast, sigur Sjúrður Horsdal m.a. í brævinum. Fer ikki at sita hendur í favn Við Sosialin sigur Sjúrður Horsdal, at hann ikki vil gera stórvegis viðmerkingar til tað, sum er farið, men at tað er ein lætti at avgerðin nú er tikin. Hann hevur einki starv at fara til, men væntar ikki at fara at sita hendur í favn. Sjúrður Hordal er útbúgvin innan búskap og grannskoðan. Hvørt tað er skrivingin um arbeiðsviðurskiftini á ALS, sum er orsøkin til at stjórin nú fer frá, vil hann ikki siga. Starvsfólkaflýggjanin Veruleikin er, at tað í fjør vóru 27 fólk á stovninum, og at nú eru bert 20 starvs-fólk eftir. Tey, sum eru farin úr starvi, dylja ikki, at viðurskiftini hjá teimum gjørdust so ótolandi,a t tey ikki høvdu annan møguleika, enn at fara. Av teimum 11, sum fóru úr størvum á ALS, sita seks heima við hús. Tey fóru ikki, av tí at annað starv var teimum í boðið. Sjálvur heldur Sjúrður Hordal, at tað hevur gingið væl á ALS, síðani hann var settur í starv. - Arbeiðsloysisskipanin hevur eina trupla fortíð við nógvari feilumsiting og ónøktandi tænastustøði. Eg havi roynt at bøtt um hetta, og meti sjálvur, at nógv er komið burturúr, sigur Sjúrður Horsdal, og nevnir greiðari lógargrundarlag, broytingar á arbeiðsávísingini og at bygnaðurin er gjørdur meira tænastuvinarligur. Í vár varð umhugsað at lækka starvsfólkatalið við uppsagnum, men stjórin valdi heldur at lata hetta henda við náttúrligari frágongd, og eitt ávíst uppruddingararbeiði varð sett í verk. - Uppruddingararbeiðið hevur sjálvandi verið strævið hjá starvsfólkunum, sum hava umsitið málini gjøgnum árini, sigur Sjúrður Horsdal, sum heldur, at eingin grundað orsøk er til tá atsókn, sum hevur verið førd ímóti honum persónliga. Tað hevur hann nú tikið avleiðingarnar av. Hann hevur ikki hug at stan-da modell til slíkt longur. Formaðurin ikki at hitta Vit royndu at fáa eina viðmerking frá Karin Kjølbro, formanni í stýrinumfyri ALS, men hon er ikki at hitta fyrr enn á middegi fríggjadagin. Jákup Danielsen, stýrislimur sigur, at uppsøgnin hjá Sjúrða Horsdal er tikin til eftirtektar. Hósdagin verður stýrisfundur. Hann hevur onga viðmerking til málið í løtuni. Fyrstu haldararnir hava nú teknað seg Síðani Internet Sosialurin í síðstu viku kom út við almennu útgávuni, hevur heimasíðan verið rættuliga nógv vitjað og stórur áhugi er at teknað seg sum haldara. Fleiri lesarar spyrja seg fyri um prísir o. a., eins og nógv foreldur spyrja, hvussu tey kunnu tekna haldaragjald fyri børn, sum lesa í útlondum. Tí skulu vit niðanfyri greiða frá hesum viðurskiftum: At halda Internet Sosialin kostar tað sama, sum at halda blað Sosialin í Føroyum, 240 krónur um ársfjórðingin. Men fram til nýggjárs sleppa øll ókeypis inn á Internet Sosialin. Tey, sum tekna seg sum haldarar áðrenn 1. januar komandi, fáa fyrsta ársfjórðing fyri hálvan prís, sum er 120 krónur - ella 40 krónur um mánaðin. Tað ber til at tekna seg sum haldara í Internet Sosialinum. Við á trýsta á knøttin, sum nevnist >>gerst haldari<<. Har kemur fram ein síða við einum útfyllingarteigi. Tað ber eisini til at tekna seg sum haldara við at ringja til Sosialin, ella við at fylla út lepa í faldara, sum í næstum verður borin í hvørt hús. Tá tú hevur teknað teg sum haldara, fært tú sendandi eitt loyniorð, sum tú skalt nýta fyri at sleppa inn á Internet Sosialin eftir 1. januar 1998. Higartil hava um 40 fólk teknað seg sum haldarar av Internet Sosialinum umframt teir 250, ið longu hava teknað seg sum e-mail haldarar. Sum e-mail haldari fært tú eitt e-mail sendandi, hvørja ferð blaðið verður dagført við linki til greinarnar í blaðnum. Nemesis Hin privatpraktiserandi politikarin, Sámal Petur í Grund, fekk til seinast somu viðferð, sum hann gav so mongum øðrum Løgmaður, løgmaður!!! EINAFERÐ afturat hevur løgmaður elvt til politiskar trupulleikar, sum hann óivað hevði kunnað sloppið undan, um hann stýrdi landsstýrinum neyvari og hevði havt betri politiskar ráðgevarar. TEY flestu halda, at grundgevingin at koyra Sámal Petur í Grund frá, tí hann hevur brúkt eitt serligt arbeiðslag í málinum um fast samband um Vestmannasund, er dekan ov grunn. OG helt løgmaður, at sjálvstýrisflokkurin bara fór at velja ein nýggjan landsstýrismann uttan at gera ein vørr, so tykist løgmaður at vera dekan ov góðtrúgvin. HEVÐI løgmaður so trupult at fáa Sámal Petur í Grund at virka væl og loyalt í landsstýrinum, sum hann opinbart hevur havt, tí hann gav honum sekkin, átti hann sjálvandi fyrst at vent sær til Sjálvstýrisflokkin og greitt frá trupulleikunum. SO kundi Sjálvstýrisflokkurin viðgjørt málið og annaðhvørt tosa Sámal Petur til rættis, valt ein annan landsstýrismann ella farið aftur til løgmann og sagt, at vit kunnu ikki halda fram. SO hevði løgmaður verið í eini heilt aðrari støðu. Bæði mótvegis sjálvstýrisflokkinum og sínum egna flokki, tí nú hevur hann við at koyra Sámal Petur frá í hesum málinum fingið innanhýsis trupulleikar við Vága Sambandsfelag. SJÁLVANDI ber til at seta spurnartekin við, um Sámal Petur í Grund bar seg rætt at í hesum máli. Helst hevði verið betur, um hann hevði latið landsstýrið viðgera málið, áðrenn tað varð lagt fyri samgongulimirnar. MEN aftur her ber til at leggja ábyrgdina til løgmann, tí bæði hetta málið og málið um íløgur-nar á fíggjarlógaruppskotini vísa, at løgmaður hevur ikki tak á tí samlaða landsstýrisarbeiðnum. Tað má hann hava, sjálvt um vit hava fingið ráðharrastýri. Tað kann ikki vera rætt, at hvør landsstýrismaður rekur politikk eftir sínum høvdi. SAMANUMTIKIÐ hevur formaðurin í sambandsflokkinum aftur víst, at hann hevur torført at fáa politiska samstarvið at rigga, og hann hevur aftur víst, at javnaðarflokkurin hevði rætt, tá hann fór úr samgonguni í fjør, tí tað bar ikki til at samstarva við Edmund Joensen. Spurningurin er bara nú, um restin av samgonguni hongur saman til val verður. Veðrið Veðrið í dag: Lot til andøvsgul av útnyrðingi og vestri, eitt skifti upp í stívt andøvsgul. Sólglottar, man kanska okkurt kavaæli og hitin upp til 4 stig. Fríggjanáttina veksur hann vindin av suðri og regn ella kanska vátaslettingur. Veðrið fríggjadagin: Hann veksur vindin upp í hvassan vind av landsynningi og regn. Hitin veksur til 5 til 8 stig. Leygarnáttina klárar í og hitin fellur niður í 3 stig og minkandi vind av landnyrðingi. Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin: Strúkur í vindi av suðri, seinni veksur hann vindin til hvassan vind ella skrið og snarar í útsynning ella vestan. Sum frálíður lýggjari veður við regni og hitin upp til 8 stig. Í gjár: Eitt hátrýst vesanfyri Føroyar fer í ein sunnan og enn rekur køld luft av norði móti Føroyum. Fríggjadagin kemur eitt lágtrýst vestaneftir við lýggjari veðri og regni. Í dag: Aftaná fer eitt lágtrýst móti Íslandi av útsynningi og Føroyar koma tá at liggja í einum hørðum og lýggjum útsynningsstreymi. Fríggjadagur 5. desember 1997 Lat Pensionatið verða opið Undir løgtingsviðgerðini, sum var mikudagin, av frágreiðingini frá landsstýrismanninum í almannamálum um støðu teirra brekaðu, kom fram, at allir flokkar ynskja Pensionatið á Eirargarði opið um jólini Hóast nógvar áheitanir um at lata Pensionatið verða verðandi opið, vísti Kristian Magnussen, landsstýrismaður í almannamálum, málinum frá sær og lat tað aftur til tingmenn sjálvar. Kristian Magnussen segði, undir orðaskiftinum um frágreiðing hansara til Løgtingið um støðu teirra brekaðu, at tingmenn høvdu sjálvir samtykt fíggjarlógina, sum millum annað gav Landssjúkrahúsinum so lítið av peningi, at neyðugt var at stongja ávísar deildir. Og hann ætlaði sær ikki upp í tað kórið, sum bara lovaði í eyst og vest, men ikki dugdi at fíggja lyftini. Tað fór einki lyfti at koma frá honum, segði hann, sum skuldu fíggjast við einum væntaðum yvirskoti á fíggjarlógini. Fult hús Tað sat fólk á hvørjum stóli á áhoyraraplássunum í Løgtinginum, tá tingmenn viðgjørdu frágreiðinginga frá landsstýrismanninum í almannamálum um støðuna hjá teimum brekaðu. Her vóru fólk frá ymsum feløgum, sum varða av teimum brekaðu. Her vóru fólk, sum sjálvi høvdu brek. Og á fremstu røð vóru tveir stólar vendir við, soleiðis at teir vendu aftur móti restini av áhoyrarunum. Har sótu tveir deyvatulkar og søgdu teimum deyvu, sum møtt vóru, hvat tingmenn søgdu. Og áðrenn fundurin byrjaði, vórðu tingmenn mintir á, at umstøðurnar hjá rørslubrekaðum eru vánaligar. Ein maður í rullustóli ætlaði sær inn at lurta. Men tað er so eiðasørt, at komandi er at Tinghúsinum við rullustóli. Sum teir skilamenn, norðoyatingmenninir Vilhelm og Heini eru, fóru teir at hjálpa. Men stólurin datt sundur onkunsvegna, og Heini kleimdi ein fingur, so hann umtrent gjørdist brekaður sjálvur. Altjóða dagur Tað var løgtingsformaðurin, sum hevði biðið um hesa frágreiðingina frá landsstýrismanninum, soleiðis at Løgtingi við viðgerðini av henni kundi halda altjóða dag teirra brekaðu, sum er 3. december. Kristian Magnussen legði frágreiðingina fyri Tingið týsdagin, og varð hon viðgjørd á tingfundi mikudagin. Fyrst at taka orðið var framsøgumaður Sambandsfloksins, Maria Hansen. Maria Hansen metti, at tey brekaðu í Føroyum vóru ov lágt prioriterað í mun til so mangt annað í hesum landinum. Hon nevndi eitt yvirlit yvir ymisk lond, har givin vóru stig eftir, hvussu tey brekaðu vóru prioriterað á ymsum økjum. Norðurlond sum heild lógu um 50 stig, segði Maria Hansen, meðan Føroyar einans høvdu fingið 22 stig. Maria Hansen nam við trupuleikarnar hjá rørslubrekaðum í Føroyum. Og teir eru nógvir, eins og tey rørslubrekaðu gerast alt fleiri. Einamest orsakað av ferðsluvanlukkum, segði Maria Hansen. Fostrið í vanda Rúna Sivertsen, úr Fólkaflokkinum, vísti á, at tað eru ikki longur bara tey brekaðu, vit síggja, sum eru verri fyri, enn onnur. Longu meðan fostrið er í móðurlívið, ber til at ávísa eitthvørt brek. Og so ber eisini til at taka fostrið, tí tað mangan tykist óynskt, um tað ikki er fullført. Rúna Sivertsen setti spurnartekin við, hvussu ein mamma, sum kom út fyri slíkum, mundi hava tað. Tað verið seg, tá hon fær at vita, at fostrið er brekað. Meðan hon umhugsar, hvat gerast skal. Og ikki minst eftir eina møguliga fosturtøku. Annars fegnaðist Rúna Sivertsen um, at deildirnar á Eirargarði, sum fyrr hevur verið tosað um at gera til umsitingarbygningar, nú kortini fara at verða nýttar til upprunaliga endamálið. Nevniliga til heim fyri fólk, sum hava ein serligan tørv. Annars helt Rúna Sivertsen ikki, at Lærarafelagið átti at sleppa at krevja brekað børn í vanligar skúlar. Hon helt ikki, at lærarar skuldu hava rætt til at undirvísa á økjum, teir ikki hava førleika til. Útblakaður á jólum Fólk eru skelkað av boðunum um, at búfólkini á Pensionatinum skulu blakast út heimanífrá á jólum, segði Vilhelm Johannesen, framsøgumaður Javnaðarfloksins. >>Og júst til hesa høgtíðina, tá øll siga seg vera so góð. Ikki minst við hvønn annan.<< Hetta er beinleiðis í stríð við bæði Løgtings- og ST kunngerðir, segði Vilhelm Johannesen og heitti á Kristian Magnussen, landsstýrismann í almannamálum, um at broyta hasa avgerðina. Almennir bygningar og strandfaraskip eru vánalig, tá um ræður møguleikar hjá brekaðum, segði Vilhelm Johannesen, og vísti á tað, sum fyrifórst uttan fyri Tinghúsið, tá rullustólurin skuldi inn. Atferðartrupuleikar Heini O. Heinesen út Tjóðveldisflokkinum tók aftur í aftur sín kleimda fingur, tá hann minti á, hvussu illa til stóð hjá teimum rørslubrekaðu. Annars nevndi Heini O. Heinesen fleiri ymisk brek, fólk kunnu hava. Millum annað kom hann inn á fólk við atferðartrupuleikum. >>Tað kann væl verða,<< helt Heini O, Heinesen, >>at tað eisini eru tingmenn, sum hava havt atferðartrupuleikar á yngri árum.<< Havandi rullustólin og kleimda fingurin ú huga, helt Heini O. Heinesen, at tað áttu at verið bygdar fleiri vardar íbúðir við serligum møguleikum fyri brekað. Tí kundi Húsalánsgrunnurin staðið fyri. Kommunurnar brúka nógvar pengar til óneyðug ting, segði Heini, og til átti at borið hjá teimum at gjørt nakað meira við hendan trupuleikan. Strandfaraskipini Sum so mong onnur av teimum, sum høvdu orðið, var Ernst Hansen, úr Verkamannafylkingini í samgongu, eisini eftir strandfaraskipunum fyri vánaliga innrætting. Tað er púra ómøguligt hjá einum brekaðum at ferðast við strandfaraskipunum, segði Ernst Hansen. Tað gongur mangan upp hjá teimum, sum annars klára seg sjálv, segði hann. Ernst Hansen helt, sum fleri onnur, at pengar eiga at verða settir av til bygging av vardum íbúðum. Og nevndir vórðu Húsalánsgrunnurin og Íbúðargrunnurin, sum brúkast kunnu til hetta endamál. Eisini Ernst Hansen var í móti at stongja Pensionatið á jólum. Ørðvísi í New York Thordur Niclasen úr Miðflokkinum helt, at tað var lítil nytta í føgrum orðum, um einki var aftanfyri. Hann vísti á, at nú hevði Kristian Magnussen møguleika at vísa í gerðum, at hugsað eisini verður um tey brekaðu. Tað var bara at broyta avgerðina um at stongja Pensionatið. >>Tað er ein ómenniskjanslig gerð at koyra hesi fólkini út,<< segði Thordur Niclasen. Hann vísti á, at í New York, sum hann nýliga hevur vitjað, bar allastaðni til at koma fram hjá teimum brekaðu. So kaldur og ráur, tann býurin annars er, var allastaðni sjónligt, at tey brekaðu vóru partur av samfelagnum, segði Thordur Niclasen. Har vóru uppsløg í bussum og ferjum, og hvar tú enn ferðaðist, sum vístu á pláss, har millum annað ein rullustólur kundi standa. Og uttan fyri Tinghúsið skýmdi hetta stilla, frostklára kvøldið í december. Jólatræið á Tinghúsvøllinum skein um kapp við perurnar í trøunum framman fyri Bókhandlinum og mintu fólk á, at jólini nærkast, samstundis sum búfólkini á Pensionatinum helst verða útblakað. Skal arbeiða fulla tíð í tvey ár fyribils Kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy, og tær í Vágum, hava sett oljuráðgevara í fast starv Kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy og í Vágoy, herða nú royndirnar at koma uppí oljuvinnuna. Tað er nakað síðani at tær tóku seg saman í "Suður-Vestur Samtakið^3 og settu samfelagsfrøðingin, Suna á Dalbø, í starv uppá leyst at royna at menna oljuvinnuna í hesum báðu plássunum. Men nú verður enn meiri lagt fyri í royndunum at menna oljuvinnuna í syðru helvt í Suðuroy og í Vágum Tí tær fýra kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy, og allar tær fimm kommunurnar í Vágum, sum eru í Suður-Vestur Samtakinum, ætla nú at seta Suna á Dalbø í fast starv sum oljuráðgevara. Fyribils er ætlanin at seta hann í starv í tvey ár. Eftir, hvat skilst, hava tær fimm kommunurnar í Vágum góðtikið ætlanina. Og eftir, hvat skilst, ætla tær fýra kommunurnar í syðru helvt í Suðuroynni at gera tað sama. Vágs Býráð hevði málið til viðgerðar týskvøldið, og har varð einmælt samtykt at taka undir við tí. Á býráðsfundinum varð upplýst, at hinar tríggjar kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy, Hovs, Porkeris og Sumbiar Kommuna, hava givið munnliga tilsøgn um at taka undir við tí eisini. Tað kostar Suður- Vestur Samtakinum 472.000 krónur at seta hetta í verk. Kommunurnar í Vágum, og tær fýra kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy, býta útreiðslurnar í helvt, so at suðuroyingar betala 236.000 krónur og vágafólk betala 236.000 krónur. Parturin hjá Vágs Kommunu verður 141.000 krónur. Meiri formligt Ætlanin er eisini at gera samstarvið í Suður-Vestur samtakinum meiri formligt. Higartil hava vágafólk og suðuroyingar valt hvør síni fýra fólk í eitt slag av nevnd. Men nú er ætlanin at velja eina veruliga nevnd við formanni og skrivara, og oljuráðgevarin kemur so at standa til svars fyri nevndini fyri tað, hann ger, og nevndin skal leggja linjurnar fyri arbeiðnum. Afturat teimum, skulu vágafólk og suðuroyingar velja hvør síni tvey kommunufólk í nevndina, umframt hvør síni tvey umboð fyri vinnulívið. Vágbingar halda, at hetta er ein betri, og helst fult so bíligur máti, at fylgja við í tí, sum hendir í oljuvinnuni, heldur enn at býráðslimir sjálvir skulu royna at fylgja við. Vágbingar skulu velja formannin og vágafólk skulu velja skrivaran. Bjóðaðu brúkararunum til stórfingið jólahald KFUK í Havn var karmur um sermerkt jólahald fyri eldri og óhjálpnum, sum fáa vitjan av heimahjálpini um dagarnar. Heimahjálpirnar skipaði sjálvar fyri, og matgjørdu, borðreiddu og skipaðu fyri at meir enn 100 fólk vóru koyrd til og frá Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um at Heimarøktin hevur brúkt ov nógv av peningi í ár. Ein avleiðing av hesum varð, at Almannastovan ikki vildi játta pening til árliga jólahaldið, sum hevur verið hildið í nógv ár. Tað vildu heimahjálpirnar ikki lata sær lynda. Tær hugsaðu sum so, at um jólahaldið datt niðurfyri í ár, so fór tað ikki at verða tikið upp aftur. Tær brettu upp um armar, og fóru av sínum eintingum undir at samla pening saman, skaffa innivist og skipa so fyri, at júst jólahaldið skuldi gerast størri og hugnaligari enn undanfarin ár. Vildu ikki svíkja tey gomlu Fyri at fáa sum mest burturúr innsamlaða peninginum, sum var frá Býráðnum og fyritøkum í býnum, avgjørdu tær at matgera heima hjá sær sjálvum. Tær býttu uppgávurnar millum sín, og so var farið til verka. Tiltakið mikudagin var ógvuliga væleydnað. Har møttu eini 100 fólk upp í KFUK. Tey sessaðust við búgvið døgurðaborð, við góðum mati. Um tað so var mandilgávan, so var eisini hugsað um tað. Aftaná var kaffi og køkur. Síðani var undirhald, har byrjað var við at Høgni Poulsen, prestur, helt røðu. Maria og Rigmor undirhildu Maria Guttesen, sangkvinna, sum júst var stødd í Føroyum, sang fyri teimum gomlu og Rigmor Restorff, tónleikari, spældi klaver. Aftaná helt Leivur Hansen, borgarstjóri og Jona Henriksen, sum júst er farin frá sum skrvari í KFUK, røðu. Tá jólahaldið var av, fóru tey gomlu vælnøgd hvør til sítt. Heimahjálpirnar høvdu skipað so fyri, at øll kundu sleppa til og frá jólahaldinum í bili, umframt at MBF-bussurin var tøkur at koyra tey, sum nýta koyristól. Endurtaka næsta ár Heimahjálpirnar siga, at tær eru væl nøgdar við tiltakið. Endamálið við at tær sjálvar skipaðu fyri tiltakinum ár var, fyri at tað ikki skal detta niðurfyri. Tær takka Býráðnum og fyritøkunum í Havn, sum gjørdu tað møguligt. - Við tað at tað eydnaðist so væl í ár, vóna vit, at vit aftur kunnu skipa fyri jólahaldi næsta ár, siga heimahjálpirnar. ALIEN Eitt stað úti í framtíðini. Ein gamal fíggindi. Vunnin, men ikki oyddur. Um bara dreparainstinkt hennara kundi verðið umstrukturerað, reformerað...endurvakt. Ein ræðulig roynd verður sett í verk. Ein óttavekjandi samanseting av genum frá einum menniskja og eini fremmandari veru verður dyrkað, takkað veri eini samtøku millum ein flokk av ørum smuglarum og eini elitu av granskarum og embætismonnum. Ein faktorur er framman undan kendur: ein kvinna, sum á makabran hátt er sett saman við fremmandu veruna, sum nú eru vorðin enn meira útspekulerað. Ripley er komin aftur, og alt er ikki, sum tað átti at verið. Sjálvt ikki allan heimsins tøkni er før fyri at byrgja fyri teirr lívfrøðiligu avvíking, sum stýrir hesum alien. Ein avvíkjan, sum bert Ripley skilir - á einum djúpt persónligum, primalum støði. Fyri at berja niður teir hóttandi alien má Ripley sameina seg við smuglararnar, og teirra millum er eisini gátuføri mekanikarin, Call, sum kanska kann verða amboðið til >>endurføðing<< Ripleys - ella vápnið, ið skal beina fyri henni. Tá heimsins filmshyggjarar í 1979 á fyrsta sinni bóru kenslu á Alien, søgdu so at siga øll við ein munn >>Uuhaaa...!<<. Her var ein rúmdargysari við eini rúgvu av óhugnaligum sjokkum, ein sera ónd vera frá uttaru rúmdini og fram um alt ein myndastílur og eini klaustrofobisk óttan, sum fólk ongantí áður høvdu sæð makan til. Meistaraverkið hjá Ridley Scott er slóðbrótandi, og sílistisku háttirnir eru síðani vorðni gáttan til nógvar filmir, tó ikki hava megnað tað sama, sum Alien. Høvuðsleikarar í filminum eru Sigourney Weaver og Joss Whedon Tiltøk Meinigheitshúsið í Havn Jólafestin hjá sunnudagsskúlanum verður sunnudagin 7. des., kl. 15 fyri børn undir skúlaaldur, og kl. 17 fyri børn í skúlaaldri. Hoyvíkar skúli Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bønarmøti. Sunnukvøldið kl. 18: Møti, Hjalgrím Davidsen talar. Torbjørn, Harald og Jógvan syngja nýtt og gott gamalt. Øll eru hjartaliga vælkomin. OASAN Mánakvøldið kl. 20: bønarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17, møti. Morgunbøn: mánadag til fríggjadag frá kl. 06.45. Biðið verður fyri sjúkum. Øll eru vælkomin. Aglow, Tórshavn Jólafundurin verður í kan-tinuni á læraraskúlanum leygarkvøldið kl. 20. Øll eru vælkomin. KFUK og KFUM, Tórshavn Opið hús hvørt fríggjakvøld í KFUM frá kl. 21-1. Samkoman Immanuel Í kvøld kl. 20: Kongsins Herlið. 8 ár og eldri eru vælkomin. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønarmøti. Mikukvøld kl. 20: Upp-byggingarmøti. Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti. Frelsunarherurin, Tórshavn Í kvøld kl. 21: Ungdómskórið. Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti. Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18: Familjutími v/ Club 7 up. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús v/ Egil Toftegaard. Sunnudagin kl. 17: Møti saman við børnunum. Kongabørnini luttaka. Lívsins Orð Møti verður í kvøld kl. 20 við Óla Jákup Gaard Hansen. Barnamøti verður leygardagin kl. 17. Sunnumorgunin kl. 10.30 verður møti. Norðskála kirkja Sunnudagsskúlin hevur sangvenjing í kirkjuni leygardagin kl. 16 og endar fyri jól við barnagudstænastu og jólahugna í kirkjuni sunnudagin kl. 14.30. Viðareiði Ungdómurin kemur saman í Missiónshúsinum leygarkvøldið kl. 20.30. Filmur verður at síggja. Drekkamuður verður at fáa. Øll eru vælkomin. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. AA-fundir verða í kvøld kl. 20 og kl. 22.30 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Sunnudagsskúlin hjá Eliaskirkjuni Jólahald verdur leygardagin, 6.desember, kl.15:00 í Eliaskirkjuni á Vesterbrogade 49. Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Kaffistovan er opin frá kl. 14-19 hvønn dag uttan leygardag. Mánadag kl. 17- 19 er Dagur og Vika o.a. Týsdag kl. 17.30 er døgurði. Føroysk bløð liggja frammi. Døgurðamatur, fløgur, bond, bøkur og ullvørur eru m.a. at fáa á kaffistovuni. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29 Jólasiglingin hjá Eimskip Úr Skandinavia Síðsta fráferð úr Skandinavia fyri jól er í viku 51 við Lone Sif 710 soleiðis: Hamburg 15/12 - Århus 16/12 - Keypmannahavn 18/12 - Gøteborg 18/12 - Fredrikstad 19/12, koma í Tórshavn 22/12. Úr Reykjavík Síðsta fráferð úr Reykjavík er við Dettifossi 725 15/12. Koma til Tórshavn 22/12. Til Skandinavia Síðsta fráferð úr Føroyum til Skandinavia fyri jól er í viku 50, 13/12, við Lone Sif 710 soleiðis: Hamburg 15/12 - Århus 16/12 - Keypmannahavn 18/12 - Gøteborg 18/12 - Fredrikstad 19/12. Til Immingham/ Rotterdam Síðsta fráferð úr Føroyum 19/12 er við Dettifossi 725. 22/12 koma til Immingham, 24/12 koma til Rotterdam. Til Reykjavík Síðsta fráferð úr Tórshavn er 22/12 við Lone Sif 710. Koma til Reykjavík 24/12. Jólahugni í Viðarlundini sunnudagin Nú sunnudagin 7. desember, frá kl. 14 til 16 skipar Lions í Tórshavn fyri jólahugna í Viðarlundini. Tiltakið fer fram sunnanvert Hvíldarheimið. Hesa løtuna verður høvi hjá vitjandi at keypa jólaprýði, og annars tilfar og føtur úr viðabulum til jólaprýði. Hetta er tilfar, sum Skógrøkt Landsins letur burtur úr bulum, sum ruddaðir eru úr plantasjuni og aðrastaðir. Pinnabrenni verður eisini at fáa - alt til bíligan pening. Kakaomunnur fæst til keyps Hetta afturvendandi tiltak hjá Lions, hevur nú í fleiri ár savnað fitt av fólki saman í plantasjuni. Her hava foreldur við børnum og onnur vitjað í fittliga stórum tali, har høvi eisini hevur verið at keypa sær ein heitan kakaomunn við bollum ella vaflum afturvið, og jólamenn hava spákað runt og handað børnum tinganest. Havnar Hornorkestur fer, sum árini frammanundan, at spæla hugnalig jólaløg. Um veðrið annars verður til vildar, kunnu ung og gomul aftur í ár fáa eina hugnaliga løtu í Viðarlundini nú sunnudagin, frá klokkan tvey til fýra. Jólakonsertir í kirkjuni á Skála og í Fríðrikskirkjuni Annan sunnudag í advent - sunnudagin 7. des. - fer Manskórið á Skálafjørðinum undir leiðslu av Jóhan Mortensen aftur at hava tvær konsertir. Síðsta sunnudag vóru menninir við Norðskála og á Glyvrum. Nú sunnudagin verða teir á Skála og á Toftum. Konsertin í kirkjuni á Skála verður klokkan 17. Manskórið fer at bjóða fólki eina fjølbroytta skrá við bæði teimum gomlu og vælkendu jólasálmunum og onkrum, ið ikki hevur verið at hoyrt her heima á klettunum áður. Á sangferð síni til Eysturríkis og Italia í summar fekk kórið eina eysturríkska messu sum gávu. Trý brot burtur úr hesi messu verða eisini framførd á konsertunum sunnudagin. Umframt manskórið fer ein gentusangbólkur uppá seks gentur at syngja nakrar sangir. Um kvøldið verður farið í Fríðrikskirkjuna at hava konsert. Eisini á hesi konsertini fer Manskórið á Skálafjørðinum at hava høvuðsleiklutin. Gentusangbólkurin verður somuleiðis við. Harumframt fer Skúlakórið í framhaldsdeildini í Runavíkar Skúla undir leiðslu av Jóhan Mortensen fyri frystu ferð at syngja alment. Fyrst í november mánað varð farið undir venjingarnar við skúlakórinum. Við spurnarbløðum vóru næmingarnir spurdir, um teir høvdu hug at syngja við í einum slíkum skúlakóri. Undirtøkan var ovurhonds stór, soleiðis at einir 70 næmingar nú syngja í kórinum. Vant verður eina ferð um vikuna, og sigast má, at næmingarnir møta trúliga upp og leggja doyin á at syngja. Ætlanin er tískil at halda fram við hesum kórinum eftir jól. Konsertin í Fríðrikskirkjuni byrjar klokkan 20.30. Bach í Advent Hugnalig konsert í Vesturkirkjuni Einki er sum ein flógv stund við tónleiki, nú myrkrið og kuldin hava boðað frá advent og komandi jólahátíð. Hóast tilboðini eru mong, so tykjast alt fleiri at leita sær frið saman við tónleikinum eina løtu - burtur frá strongd og fíggjarligari jólarenning. Ólavur og aftur Ólavur Tað er eingin endi á tí, ið hesin maður kann seta í gongd. Í so nógv við hvørt kanska, men í hvussu er býr í hesum manni orka og ágrýtni, sum kann vekja sjálvt aldargamalt basalt. Havnarkórið var sambindari. Kórið sang hesaferð bert Bach. Bach er í einum flokki fyri seg, tá talan er um kórtónleik, og enn leita tónaskald aftur til hansara flogvit, tá fyllast skal á hugflogið. Havnarkórið vinnur altíð við tí eyðkenda klanginum. Kórið syngur sera vakurt og sopranarnir skyggja sum sólargeislar í glerpípum. Nógvar sterkar síður hevur kórið, men ikki allur tónleikur fellur eins væl ínn í ljóðmyndina hjá kórinum. Langar ha, ha, ha røðir kunnu ofta tykjast fremmandar í ljóðrúminum, sum var tað bert okkurt, ið skuldi fáast frá hondini - og helst sum skjótast. Heldur enn stríða seg ígjøgnum drúgv verk skuldi kórið kanska valt smærri eindir við umhugsni - leitað djúpari, arbeitt meira við smálutum sum neyvleika og >>dynamikki<< Vakur og góður klangur gerst mangar ferðir vakrari, um allir litir eru í myndini. Føroyskur kórsangur hevur í mong ár ligið millum >>mf<< og >>f<< - hví iki geva >>pp<< ein møgleika? Vakrast helt eg >>gute nacht<< partin úr >>Jesu, meine Freude<< vera - kanska tí júst her virkaði styrkiskiftini niðureftir eisini. Kórið megnar stórar uppgávur væl - hjúklan um heldur færri hevði ikki gjørt verri. Tórshavnar Kamarorkestur Hóast minni ásýniligur í landslagnum enn felagin á kórmótinum, so eiga vit ikki at fara skeiv av Kanny Sambleben, tá um kamartónleik ræður. Tað er gleðiligt, at hetta orkestur er virkið. Tað er heilt avgjørt tørvur á einum kamarorkestri í býnum. Her kunnu teir betru næmingarnir royna seg, lærarnir kunnu halda seg í venjing, og vit onnur kunnu fáa gleði av hesum týdningarmikla virksemi. Orkestrið spældi undir til nøkur av kórverkunum, men vit fingu eisini okkurt orkesturverkið at hoyra. Ein kvartett stuðlaði undir >>Brandenburger-konsert nr. 2<<. Kenneth Jones spældi >>mini<<-trompet, og kom hann sum heild væl frá handfaringini av hesum lítla og avdúkandi ljóðføri. Í støðum sera vakurt. Og skulu allir >>solistarnir<< hava rós fyri sín lut. Konsertin eydnaðist væl - >>andante satsurin<< var í mínum oyrum tann vakrasti. Tað órógvaði eitt sidur, at instrumentini >>stemmaðu<< ikki altíð nóg væl, men rætti andin var har allatíðina, og løtan var livandi og góð. Dansitónar í kirkjuni Kom at hugsa um Barbu og fransarnar í einum kjallara á Tinganesi, tá orkestrið spældi festmusikk úr operuni >>Alcina<< eftir Händel. Okkurt høvdu teir gomlu sagt, um okkurt parið hevði stilla upp til eina >>Gavottu<< á kirkjugólvinum. Vit hugsa í dag neyvan um dans, tá hesin tónleikur ljóðar, men væl hóskar hann - eisini á eini atventskonsert í kirkjuni. Eisini her eydnaðist orkestrinum at draga áhoyrarnar við sær inn í ein glaðan tónaheim. >>Begga<< og Jógvan Thomsen høvdu hvør sín lítla lut í konsertini Jógvan spældi nøkur smá orgulverk við tryggleika og myndugleika - eitt sindur >>stevleysari<< spæl hevði kanska hugað mær betur, men her eru sjálvandi eins nógvar áskoðanir, og tað eru fólk, ið lurta. Eisini spældi hann undir, tá Berghild Poulsen sang kenda lagið. >>Bist du bei mir<<. >>Begga<< mennist í hvørjum, og hesin sangurin var einki undantak. Sangurin var sera væl framborin - inniliga og mergjað fylti hon kirkjurúmið við eymleika og kraft. >>Magnificat<< Bach fekk seinasta orðið. Og við hesum mergjaðu tónum takkaði allur hópurin fyri seg. Vit takka eisini fyri eina fjálga og hugnaliga løtu. Kollafjørður ikki til at vika Talv: Við tveimum altjóða meistarum á liðnum, hevur Kollafjørður vunnið sær trygga leiðslu 1. deild Fimta umfar av liðkappingini í talvi, sum var seinasta vikuskiftið, hevði við sær, at oddaliðið Kollafjørður dróg enn longri frá hinum liðunum. Kollafjørður hevði dyst móti Havnin, sum er næstfremst, og við einum 3-1 sigri økti Kollafjørður um munin millum seg og Havnina. Kollafjørður hevur tveir altjóða meistarar á liðnum, Tigar H. Persson og Steffen Pedersen, og teir styrkja sum vera man nógv um liðið. Tigar H. Persson noyddist tó móti Havnini fyri fyrstu ferð í ár at lata seg noyða við javnleik. Torben Ø. Johansen, sum telvar á fyrsta borði hjá Havnini fekk javnt móti Tigar H. Persson, meðan Steffen Pedersen á øðrum borði vann móti Flóvin Tór Næss. Á triðja borði vann Torbjørn Thomsen móti Carl Eli Nolsøe Samuelsen, meðan Suni Merkistein fekk javnt á fjórða borði, har hann sat yvirfyri Bernhard Thomsen. Klaksvíkingar, sum eru føroyarmeistarar, eru framvegis ikki rættiliga komnir fyri seg, og aftur hesaferð máttu teir lúta. Teir talvaðu móti Vestmanna, og fingu bert hálvtannað stig burtur úr. Bæði á fyrsta og øðrum borði vann Vestmanna, og tað var her sigurin var tryggjaður. John Rødgaard vann á Rana Nolsøe og John Jacobsen á Ólavur Simonsen. Eyðun Nolsøe, sum var heima í Føroyum um vikuskiftinum, telvaði á triðja borði, og hann fekk remis móti Petur Højgaard. Á fjórða borði bragdaði hjá klaksvíkingum, tí har vann Steintór Rasmussen á Jón Mikkelsen. Aftur hesaferð misti Klaksvík sammet við Kollafjørð, og meistaraliðið er nú fimm stig aftanfyri oddaliðið. Seinasti dysturin í 1. deild hetta umfarið var millum Klaksvík 2 og Streym, og her vann Streymur 21/2-11/2. Hjá Klaksvík fingu brøðurnir Tummas Martin og Símun Petur Anthoniussen stigini, meðan Finnbjørn Zachariasen og Martin Brekká hjá Streymi vunnu sínar dystir, og harvið tryggjaðu Streymi sigurin. Næsta vikuskiftið verður telvað í sætta umfari í liðkappingini, og tá verður mest spennandi dysturin millum Klaksvík 1 og Kollafjørð. Skal Klaksvík gera seg galdandi í ár, er neyðugt at fáa gott úrslit hendan dystin. Talvhagtøl Talv: Úrslitini frá 5. umfari í liðkappingini í talvi 1. deild 4. umfar, 30. november Klaksvík 1-Vestmanna11/2-21/2 Rani Nolsøe-John Rødgaard0-1 Ólavur Simonsen-John Jacobsen0-1 Eyðun Nolsøe-Petur Højgaard1/2-1/2 Steintór Rasmussen-Jón Mikkelsen1-0 Klaksvík 2-Streymur 21/2-11/2 Terji Petersen-Finnbjørn Zachariasen0-1 Finnbjørn Vang-Martin Brekká0-1 Tummas M. Anthoniussen-Gunnar Joensen1-0 Símun P. Anthoniussen-Bergur Magnussen1/2-1/2 Havnin-Kollafjørður 1-3 Torben Ø. Johansen-Tigar H. Persson1/2-1/2 Flóvin Tór Næss-Steffen Pedersen0-1 Carl Eli N. Samuelsen-Torbjørn Thomsen0-1 Suni Merkistein-Bernhard Thomsen1/2-1/2 Støðan 1. Kollafjørður13 stig 2. Havnin10 stig 3. Klaksvík 18 stig 4. Streymur7 stig 5. Vestmanna6 stig 6. Klaksvík 24 stig 5. umfar, 7. desember Kollafjørður-Klaksvík 1 Streymur-Havnin Vestmanna-Klaksvík 2 2. deild 4. umfar, 20. november Toftir-Kollafjørður 23-1 Jens Christian Hanen-Virgar Fagraklett1-0 Helgi Joensen-Eyðálvur Johannesen1/2-1/2 Jústines Hansen-Hans P. Joensen1/2-1/2 Øssur Hansen-Hans Kr. Simonsen1-0 Gøta-Havnin 21/2-31/2 Jónfinn Thomsen-Johan Gaard1/2-1/2 Reinhold Isaksen-Sigurð B. Justinussen0-1 Heri Thomsen-Martin Poulsen0-1 Kári Mørkøre-Olaf Berg0-1 Kollafjørður 1-Havnin 131/2-1/2 Hans Jacob Petersen-Súni Ziska1-0 Pól Martin Hansen-Poul Poulsen1-0 Niclas M. Joensen-Jeffri Justinussen1/2-1/2 Hanus Joensen-Jóannes Guttesen1-0 Støðan 1. Havnin 210,5 stig 2. Toftir10 stig 3. Havnin 19,5 stig 4. Kollafjørður 19 stig 5. Gøta4,5 stig 5. Kollafjørður 24,5 stig 5. umfar, 7. desember Havnin 1-Toftir Havnin 2-Kollafjørður Kollafjørður 2-Gøta 3. deild A 4. umfar, 30. november Rókur 2-Klaksvík 221/2-11/2 Archilbald Andreasen-Thorleif Eyðun Petersen1/2-1/2 Eyðsvein Johannesen-Óli Joensen0-1 Jógvan Sólsker-Sigfried Petersen1-0 Benny Poulsen-Reimund Langgaard1-0 Kollafjørður-Runavík1/2-31/2 Karl L. Johansen-Meinhard Danielsen1/2-1/2 Gert Aage Hansen-Brandur Jacobsen0-1 Hans Martin Andreasen-Eyðun Lamhauge0-1 Hávarður Jensen-Brandur Højgaard0-1 Sandavágur-Sumba (einki úrslit) Støðan 1. Sandavágur10, 5 stig 2. Runavík10 stig 3. Sumba6,5 stig 3. Klaksvík 26,5 stig 3. Rókur 26,5 stig 6. Kollafjørður4 stig 5. umfar, 7. desember Runavík 1-Sandavágur Klaksvík 2-Kollafjørður Sumba-Rókur 2 3. deild B 4. umfar, 30. november Vestmanna-Havnin2-2 Jákup Durhuus-Óli Joensen1/2-1/2 Niels O. Durhuus-Súni Jacobsen0-1 Jóan Pauli Johannesen-Jákup A. Jensen1/2-1/2 Klaksvík 1-Rókur 14-0 Petur Hans Poulsen-Petur Sumberg1-0 John Sivertsen-Ingolf Debes1-0 Ingolf Gaard-Karl Martin S. Jensen1-0 Rúni Dragaberg-Mikkjal Joensen1-0 Runavík 2-Toftir1/2-31/2 Petur Hammer-Sigurð Joensen0-1 Jákup Martin Jacobsen-Kaj A. Jacobsen 0-1 Signar Hansen-Jóannes Djurhuus0-1 Jón Hammer-Hans Arni Davidsen1/2-1/2 Støðan 1. Klaksvík 112,5 stig 2. Havnin11 stig 3. Toftir9,5 stig 4. Vestmanna8 stig 5. Rókur 15 stig 6. Runavík2 stig 5. umfar, 7. desember Toftir-Vestmanna Rókur 1-Runavík 2 Havnin-Klaksvík 1 Unglingar 4. umfar, 29. november Klaksvík 1-Klaksvík 2 31/2-1/2 John Sivertsen-Davur Kallsøe1-0 Ingolf Gaard-Mannbjørn Anthoniussen1-0 Rúni Dragaberg-Rógvi Sigurðsson1/2-1/2 Óli Joensen-Torbjørn Hjelm1-0 Støðan 1. Klaksvík 19 stig 2. Havnin6,5 stig 3. Klaksvík 20,5 stig 5. umfar, 6. desember Havnin-Klaksvík 2 Dreingir 4. umfar, 29. november Rókur-Havnin 11/2-31/2 Karl Martin S. Jensen-Olaf Berg0-1 Hans Erik S. Jensen-Teitur Albinus1/2-1/2 Svenn Hansen-Hjalti Jacobsen0-1 Knút Olsen-Rúni Patursson0-1 Kollafjørður-Havnin 23-1 Eyðálvur Johannesen-Rasmus Johannesen1-0 Hans Kr. Simonsen-Jaspur T, Gaard1-0 Alex Dalsgaard-Fríbjartur D. Olsen1-0 Teitur Joensen-Bjartur D. Christiansen0-1 Støðan 1. Kollafjørður11 stig 1. Havnin 111 stig 3. Rókur4,5 stig 4. Havnin 23,5 stig 5. Vestmanna2 stig 5. umfar, 6. desember Havnin 1-Kollafjørður Vestmanna-Rókur Eyðun Klakkstein Neistin snýtti oddaliðið Hondbóltur: H71 fekk bert javnt móti Neistanum, og hjá kvinnum er Neistin dottin aftur um bæði StÍF og Kyndil Tríggir hondbóltsdystir í 1. deild vóru spældir mikukvøldið, tveir hjá kvinnum og ein hjá monnum. Mest spennandi dysturin var á Skála, har tey bæði oddaliðini StÍF og Neistin spældu. Júst hesi bæði feløgini hava í nógv ár tikist í toppinum, og sum oftast hevur Neistin verið omaná, hóast strandakvinnur eisini hava smakkað FM-gull. Tað er ofta langt ímillum at StÍF vinnur á Neistanum, men nú liðini hittust fyri aðru ferð í landskappingni í ár, og Neistin vann fyrra dystin, kláraði StÍF at vinna. Longu í hálvleikinum hevði StÍF lagt seg væl fram um, 13-8, men júst sum gongdin var í fyrra dystinum millum liðini í ár, steðgaði StÍF upp í seinna hálvleiki, og Neistin tók seg inn á StÍF. Eitt skifti fór Neistin fram um, men mótsatt fyrra dystinum í ár, kláraði StÍF hesaferð at fóta sær, og móti endanum av dystinum gjørdu tær tað, sum var neyðugt fyri at vinna. Úrslitið av dystinum 20-19, og hjá StÍF gjørdu Eyðleyg Mikkelsen og Signhild Petersen seks mál hvør, meðan Inga F. Danberg enn einaferð var toppskjútti hjá Neistanum, hon gjørdi 9 mál. Hin kvinnudysturin var í Havn, har oddaliðið Kyndil spældi móti GÍ, sum er í botninum, og har gekk sum vænta, Kyndil vann trygt. Munurin millum liðini kom tíðliga til sjóndar, og í hálvleikinum var Kyndil frammanfyri 20-10. Seinna hálvleik vann GÍ við einum máli, men tað gjørdi einki við úrslitið av dystinum, sum var, at Kyndil vann 33-24. Hjá Kyndli gjørdi Ann Hansen átta mál, og hjá GÍ gjørdi Beinta Joensen 14 mál. Ein mansdystur var eisini mikukvøldið, og hann var millum H71 og Neistan, sum eru at finna í hvør sínum enda av stigatalvuni. Hesin dysturin endaði javnur, men hóast eina stigið, sum H71 fekk burtur, sendi teir fram um hini oddaliðini, vóru teir ikki nøgdir við bert at fáa javnt móti botnliðnum. Neistin spældi ein góðan dyst, og tað vóru teir, sum vóru á odda nógva av tíðini. Í hálvleikinum var støðan 15-12 til Neistan, men endin var at H71 kom uppá javnt, og dysturin endaði 24-24. Hjá H71 gjørdi Halgir Dal-Olsen sjey mál og hjá Neistanum Kári Mortensen 12 mál. Flogbólturin manglar fíggjarligan stuðul Flogbóltur: Flogbóltssambandið umhugsar at melda til EM-kapping fyri smátjóðir, men størsta forðingin er fíggjarliga støðan Flogbóltssamband Føroya umhugsar í hesum døgum, um tey skulu meldað nakað flogbóltslandslið til EM-kappingar fyri smátjóðir, sum verða næsta summar. Fyrr í ár varð støða tikin um, at hesaferð skuldi Føroyar ikki vera við, men eftir at Flogbóltssambandið hevur fingið fleiri áheitanir um at koma við til kappingina, og tilmeldingarfreistin ikki er úti fyrr enn hálvan desember, eru tey farin at umhugsa støðuna. Men størsta forðingin eru pengarnir. Tað kostar nógv at fara til slíka kapping, og hóast europeiska flogbóltssamtakið letur stuðul, munar tað ikki nóg væl. Í løtuni hevur flogbólturn ongan høvuðsstuðul, og tað vænta tey verður orsøkin til, at tey, tá alt kemur til alt, velja at lata vera við at melda til EM-kappingarnar fyri smátjóðir. Føroyar við í C-bólkinum Umboð fyri Flogbóltssambandið vóru seinasta vikuskiftið í Luxembourg á fundi hjá CEV, sum er europeiska flogbóltssambandið. Evnið á fundinum var umskipan av europeiska meistaraheitinum fyri landslið, og endamálið var at umskipa ta kapping, sum hevur verið fyri smátjóðir í Europa soleiðis, at hendan kapping kom beinleiðis við í tað hjá CEV í framtíðini. Hetta eydnaðist eisini, og verður hetta mett sum eitt stórt framstig fyri tey smáu londini, sum hava fingið stóra makt í altjóða høpi, tí tey hava heilar 24 av tilsamans 52 atkvøðum í Europa. Londini í C-bólkinum er Andorra, Gibraltar, Ísland, Írland, Liechtenstein, Luxembourg, Malta, Monaco, Norðurírland, San Marino, Skotland, Wales og so Føroyar eisini. Føroyingar við ES-passið sleppa ikki við Tann broytingin, sum fer at fáa størstan týdning fyri føroyskan flogbólt, er hon sum fer at hava við sær, at størri avmarkingar verða gjørdar í spælarhópinum hjá teimum ymsu londunum. Greiðar lógir skulu gerast, sum siga hvussu nógvar spælarar eitt landslið kann hava við, sum ikki hava sín uppruna í tí landinum, sum teir luttaka fyri. Sammett við fyrr, er stór avmarking farin fram á hesum økinum, og tað hevur við sær, at føroysk landslið koma at hava betri møguleikar at spæla upp móti teimum útlendsku liðunum, sum hava gjørt sær dælt av, at hava nógvar >>útlendskar<< spælarar á liðnum. Framyvir verður passeftirlit við øllum spælarum, og føroyingar skulu vera varnir, tí um føroyskur spælari møtir til altjóða dyst við ES-passi, sleppur hesin ikki at luttaka. Tí skulu allir flogbóltsspælarar, sum ætla sær á landsliðið, syrgja fyri at hava føroysk pass. Kvinnurnar í kulda ­ menninir í hita EM-kappingin fyri kvinnulandslið verður í apríl mánaði, og hon verður í Liechtenstein. Spælarabúplássið verður í umleið1400 metra hædd, og tí kann roknast við kava í økinum. Sjálv kappingin verður avgreidd í 800 metra hædd. Tað verður nakað heitari hjá monnum, sum skulu á miðalhavsoynna Malta at spæla. Hendan kappingin verður eisin í apríl mánaði. Føroyar hava fyrr verið við í kappingum fyri smátjóðir, men tá hava tær ikki verið fyriskipaðar av europeiska flogbóltssambandinum. Føroysku landsliðini fara um stutta tíð undir fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar sum vera á Gotlandi í 1998. Venjingin byrjar seinasta vikuskiftið undan jólum, og í fyrstu atløgu verða teir spælararnir, sum vóru við á landsliðnum undir seinastu Oyggjaleikinum, boðsendir til venjing, men seinni verða boð eisini send eftir øðrum spælarum. Minstiforvinningur ella inntøkutrygd hjá útróðrarmonnum Lógaruppskot skal nú leggjast fyri tingið um at skerja forvinningin til útróðrarmenn. Útróðrarmaðurin hevur altíð verið tann lægst lønti í samfelagnum, so tað er løgið at landsins kosnu menn nú leggja eftir hesum monnum, sum frammanundan eru lægst løntir. Nú hevur hann ligið tráður av landsynningi í 14 dagar og ongin av teimum minnu útróðrarbátunum er sloppin til útróðrar. Nú stundar til jóla og í jólatíðini hava øll brúk fyri peningi, men um veðrið verður líka ólagaligt í des. sum tað hevur verið seinnu helvt av nov., so verður svangligt hjá útróðrarmanninum á jólum, um ongin inntøkutrygd er. Sagt verður í lógaruppskotinum, at tað er gjørt fyri at fáa frítíðarfiskimenn burtur frá útróðrinum. Teir sum smíða hetta lógaruppskot hyggja ikki eftir tí at okkara tingmenn hava tvinnar og trinnar inntøkur og at almennir stjórar hava løntar nevndarsessir í fleiri fyritøkum. Um inntøkutrygdin hjá útróðrarmonnum skal skerjast, so skulu vit eisini fara inn at kanna okkara tingmannaflokk. Um ein tingmaður hevur eina inntøku, sum er meira enn 9.800,- kr. uttan um tingmannalønina, so skal henda falla burtur. Hvat siga tingmenn til tað? Um ein bátur hevur fingið 84 fiskidagar tillutaðar og ein dagur telur sum mynstringardagur, so kann henda at ein útróðrarmaður bert tjenar 50.000,- kr. árliga. Tá nú tingmenn skulu viðgera inntøkutrygdina hjá útróðrarmonnum, so má einhvør tykkara taka í egnan barm og sammeta tykkara egnu løn við tað ein miðal útróðrarmaður hevur í árligari inntøku. Um ein maður við stórari inntøku skal viðtaka eina lóg, sum skerjir teir lægst løntu í samfelagnum, so hava vit eitt diktatorstýri. Hvat sigur landsstýrið til eitt endurgjaldskrav frá útróðrarmonnum í sunnaru helvt av Suðuroy? Útróðrarbátarnir har suðuri hava ikki dripið livandi, tí fiskileiðir teirra hava nú í langa tíð verið bombarderaðar av seismikki. Skulu hesir menn fyrst missa møguleika at fáa fisk og síðan missa inntøkutrygdina??? Sagt verður, at útróðrarbátar hava havt størri gjald úr lønjavningargrunninum í bestu fiskitíð. Hava landsstýrismenn stýrt seismikkskipunum uttan um útróðrarøkini í hesi bestu fiskitíð??? Sagt verður í lógaruppskotinum, at hetta verður gjørt fyri at fáa frítíðarútróðrarmenninar burtur. Hví ikki siga sum er? Tað landsstýrið vil, er at steðga øllum útróðri. Um útróðrarmenn skulu skattast av 100% ella av 85%, er so at siga líka feitt, tá inntøkan er so lítil sum 50-70.000 kr. árliga. Men hetta er tó ein lítil glotti hjá langfarafiskimonnum, hóast tað ikki ger tað, at burturfluttir fiskimenn aftur flyta heim. Tað skulu størri bollar í súpanina, um fiskimenn, sum eru fluttir undan stóra skattatrýstinum, skulu koma aftur. Fiskimaður Fiskimenn & sjómenn! Tað er ein stór skomm, at F.A. og H.A. við Ingeborg og Karl skulu koma sær út í dagbløð og fjølmiðlar at hótta við aðalverkfalli kring landið. Tað er upp á tíðina, at limirnir í F.A. og H.A. tala at hesum, so at vit fáa steðgað hesum galskapinum. Tað er upp á tíðina, at fiski- og sjómenn í dag fáa ein skattalætta uppá minst 15%, hvat teir hava uppiborið. Tað hevði verið gott, at hesir eisini fáa lut í samfelagságóðanum, ið teir skapa øllum landkrabbum kring landið. Tað hevði fingið stóran búskaparligan týdning, fingu hesar fiski- og sjómannafamiljur høvi til at flutt heim aftur til Føroya. Tað hevði sømt seg betur at F.A. og H.A. tóku hesar hóttanir aftur við aðalverkfalli kring landið, hvat fiskimenn og sjómenn ikki hava uppiborið. Tað er hesir, ið skapa lívsgrundarlagið í dag undir samfelagnum og landshúsarhaldinum, sum F.A. og H.A. njóta gott av. Tað skal tí eisini arbeiðas fyri, at ikki aðrar fiski- og sjómannafamiljur flyta av landinum, tí slíkt sømir seg ikki føroyskum arbeiðarum, tá vit í dag skulu kalla okkum eina fiskivinnutjóð. Tað vil fáa álvarsligar fylgjur fyri tað føroyska safelag/landshúsarhaldið, skuldi tað hent, at teir ikki fáa ein skattalætta, sum áður nevnt, ið ein tekur undir við. Tað fer at avmarka útflutnings- og inn-flutningsvinnurnar, ið aftur ávirkar okkara gjalds- og keypsorku, ið vit føroyingar hava fyri neyðuni at liva og virka kring alt landið. Tað kann vera komið aftur til at skriva meira um fiskimenn & sjómenn, ið ein hevur stóra virðing fyri og teir skulu ikki vera verri fyri enn limirnir hjá Ingeborg og Karl, ið ikki líða nakra neyð. Hans Birgir Hansen Ingeborg, Karl og skattalætti Karl og Ingeborg hótta við at leggja alt arbeiði niður, um sjómenn fáa ein skattalætta. Grundgevingin er, at ein bólkur í samfelagnum ikki skal fáa betri sømdir enn annar. Tað eru ikki meir enn eini trý-fýra ár síðani, at ein annar bólkur, handverkarar, ið fóru av landinum, fekk skattalætta. Tað skiltu øll, eisini sjómenn. Fingu teir hann ikki, so fóru teir ikki av landinum. (Ikki eitt orð frá Ingeborg og Karl um at leggja arbeiði niður). Nú sjómenn skulu fáa skattalætta siga Ingeborg og Karl seg aftur skilja, men leggja eina við: kemur skattalætti, verður verkfall! (Skilji hann, ið skilja vil). Eisini kundi verið stuttligt at vita, hvat Ingeborg heldur um tað, at fiskimenn saman við reiðarum keyptu fleiri túsund tons frá russum fyrr í ár. Hetta kemur so sanniliga eisini limum hjá Ingeborg til góðar. Eitt kann eg siga Ingeborg og Karl. Umborð tosa menn dagliga um, hvar best man vera at søkja sær arbeiði um skattalættin ikki kemur. Skal tað verða Grønland, har tað er 40% í skatt, ein pers. frádráttur 40.000 kr., 3 mðr. umborð og 3 heima. Ella Norra har skatturin ikki er meir enn 25-30%. Ella Danmark, har teir ikki hava trupulleikar sum skattalættar, eftirlønarskipanir, tryggingar, føroysk tíðindi o.s.fr. at dragast við. Bert fyri at vísa eitt dømi um, hvussu langt sjómenn í t.d. Danmark eru komnir í mun til okkum, skal eg her endurgeva eitt brot úr >>Søfartsavisen<<. Har stendur: Konerne slår alarm! Den danske sømand har det ikke godt. Han er stresset og ensom. Han er træt og arbejder for meget. (Fýra til seks mánaðir feriu um árið, við løn). Víðari verður sagt at når han kommer hjem, falder han i søvn over det første glas rødvin og bemærker ikke at jeg (konen) har købt lækkert nyt undertøj. Jyllandsposten 19.11.97. Hann náði okkum. Vit hava langt á mál. Eg vænti ikki, at menn venda heim aftur, bert tí hetta uppskotið verður samtykt. Men, at tað broytir, ella útsetir avgerðina hjá teimum, ið ætla at fara, ivist eg onga løtu í. Allur bati bøtur. Vinarliga Eyvind Joensen Evnir, kyn og flokspolitiskur litur Hitti herfyri ein mann, sum so findarblíður segði mær frá dugnaligari kvinnu, sum hevði sagt kortanei til almennan nevndarsess, tí hon vildi ikki vera vald eftir kyni. >>Nå<<, svaraði eg líka findarblíð >>tað var spell. Men hví hugsar hon seg so illa um, er hon so evnarík, sum tú sigur<>Hvat meinar tú við<<, spurdi hann aftur, heldur minni blíður enn í áðni. >>Jú, sært tú. Sum er hava fólk verið sett í almennar nevndir eftir flokspolitiskum liti, meðan kynið hevur verið so sjálvsagt, at tað ikki er komið undan kavi sum spurningur fyrr enn nú. Nevndarlimir hava jú í flestøllum førum verið menn, ikki so? Nei? Jú! Tað ber væl til at telja so frægt. Also standa vit endiliga líka, tá talan snýr seg um val eftir kyni. Og har er tíbetur ongin spurningur um evnir - ella hvat heldur tú innast inni um tað? Næst á breddanum stendur so flokspolitiski liturin, men tað kann neyvan vera tann faktorurin, sum tú blandar saman við evnir<>størstu trupulleikarnir í útjaðarunum er kommunuskuldin og tað tilsvarandi høga skattatrýstið<<. Tað eru nevniliga ikki allar útjaðarakommunur, sum eru skuldarheftar, men bara tær kommunur ymsastaðni í landinum, ið sum Tvøroyri vórðu vanstýrdar í 70-80 árunum (av javnaðarmonnum). Tað er altso ikki so nógv geografisk plasering sum ovurnýtsla, ið avger fíggjarstøðuna hjá kommununum. Páll Vang var formaður í kommunubólkinum, sum samráddi seg til eina skuldarloysn við kraditorarnar. Okkurt er galið við hesari >>loysn<<, um Tvøroyri skal gjalda 10 mió. kr. í rentum um árið. Tað er ikki rætt, at >>miðstaðarøkið sleppur at vaksa ótálmað<< (av løgtings- og statsútreiðslum), tí løgtingsfíggjarlógin er bar ahækka 1% árliga frá 1995 til '97, meðan bruttotjóðarúrtøkan annars er økt 5 ferðir so skjótt. Tað átti at verið rættur borgarligur politikkur. Hetta, at >>tað er útjaðarin, sum skapar øll virðini í landinum<< er heldur ikki beint. Mær vitandi eru lutfalsliga nógv skip skrásett í Havn, og nógv framleiðslu- handverks- og tænastuvirki liggja her. Annars verður 3. hvør króna, ið verður forvunnin í Havn, og ella verður uppgivin forvunnin í Havn, skattað uttanfyri Havnina. Tað er vanligt fyri allar høvuðstaðir, at almenn fyrisiting savnast har, men samstundis hava høvuðstaðir eisini oftast tær tyngstu tænastuskyldurnar. Helst hevði tað verið nógv dýrari at spjatt almenna fyrisiting út í hvønn krók í landinum. At skattaprosentið í Havn skal vera mark fyri øllum øðrum kommunuprosentum kann vera skaðiligt. Tí so bert til hjá kommunustýrum at oyðsla, uttan at tað sæst aftur í tilsvarandi høgum kommunuskattatrýsti har á staðnum. Tað er ómoralskt, at krevja, at onkur annar, eitt nú landskassin og aðrar kommunur, skal loypa til, tá kommunur ikki klára at gjalda sínar tænastuskyldur m.ari skuldarbinding. Páll Vang mátti verið harðari við undanfarin sosialistisk býráð á Tvøroyri, enn í Sosialinum bara at >>ivast um tað var rætt<< at gera íløgur í vinnulívið, so at >>Tvøroyrar kommunu er í eini serstøðu, at 1/3 ella 50 mió. kr. av kommunuskuldini (gott 150 mió. kr. íalt) stavar frá kommunalari luttøku í vinnulívinum<<. Nei, ein kommuna er ikki eitt partafelag og kann ikki verða sanerað. Tað áttú býráðslimir á Tvøroyri at vita. Nógv meir krevst av einum politikara enn einum enn eini partafelagsstjórn at húsast við ábyrgd. Eg minniast ikki, at Páll Vang hevur funnist at Pf. Fiskavirking, fyrrenn nú hetta danska monopolfelag ætlar at selja virkið á Tvøroyri. (Hví sveik eisini Jóannes Eidesgaard, tá tvøráfólk í vár royndu at keypa virkið frá Fiskavirking). Annars er tað sjálvmótsigandi, tá Páll Vang skjýtur upp, at vestara keiøkið í Havn verður innrættað til (almennar?) skrivstovur, og at Fisakvirking ístaðin letur virkið í Vági upp. Fyri tað fyrsta heldur hann ov nógva almenna fyrisiting longu vera í Havn. Í øðrum lagi skelda vágbingar inn á Tvøroyri, tí alt alment og vinnuligt virksemi verður lagt í norðaru helvt av Suðuroy. Antin er ein fyri Fiskavirking, ella er man, sum Fólkaflokkurin, ímóti hesari donsku upfinning. Vit fólkafloksfólk í Tórshavnar býráð ivast ikki í, at tá Fiskavirking fer í søguna, verður ovmikið av vinnulívsfólki í Havn, sum taka um endan og reka >>Bacalao<< víðari. Eg vænti eisini, at 1% gjaldið í kommunala kreppugrunnin heldur fram. Men langt lop er til at krevja, at onnur skulu gjalda skuldina hjá einum sjálvum. Hvør væntar t.d. at danskir skattaborgarar skulu gjalda bæði sína egnu skuld, og ta skuld hjá føroyingum, sum stavar beinleiðis frá ovurnýtsluni í 80-árunum, og vit sleppa undan okkara egna skilaloysi? Líka órímiligt ljóðar tað, at aðrir føroyingar skulu klára sína egnu kommunuskuld umframt 150 mió. kr., sum undanfarin býráð á Tvøroyri ábyrgdarloysi hava bundið um hálsin á komandi ættarliðum av tvørafólki. Hvussu ætlar Páll Vang at løna Havnini aftur, tá vit hava goldið Tvøroyri 150 mió. kr. til skuld, so Páll Vang kann spæla oljusjeikur saman við Mærsk á Tvøroyri, við kunstiga lágum skattaprosenti tí øll onnur hava bløtt uttan sosialistarnir, sum oyðslaðu kommununa fram til hesa skuld, og sum Páll Vang nú bjóðar seg fram til stillara hjá til næsta val. Páll Petersen býráðslimur í Havn Jan Müller Rós og rís til ein frákoyrdan Tað var ein skeiv gerð, tá Sámal Petur í Grund gjørdi av at niðurleggja Skotlandsrutuna. Men tað var ein skilagóð gerð at taka stig til at gera eitt mentanarálit, sum er ein hin fyrsta royndin yviryvir at orða ein mentanarpolitikk. NÚ løgmaður gjørdi av at koyra Sámal Petur í Grund, landsstýrismann frá, eru viðmerkingarnar nógvar - í bløðunum, í Fimmara - í fjølmiðlunum sum heild. Ein av teimum, sum hevur arbeitt við stýrisskipanarlógini sigur við Sosialin, at løgmaður helst er lopin framav, tá hann uttan so mikið sum at tosa við formannin í sjálvstýrisflokkinum, koyrir starvsfelaga sín frá. Men Palleba meinar nakað annað. Eftir Fimmaranum at døma, so eru mong nøgd við avgerð løgmans og halda, at hon kom í tøkum tíma. TAÐ er eingin loyna, at Sámal Petur í Grund hevur verið nógv í "rampelyset", síðani hann kom sær upp í politikk. Hann hevur umsitið øki, sum hava gjørt, at hann hevur verið kanska tann landsstýrismaðurin, sum oftast hevur verið at síggja og hoyra í loftmiðlunum uppá gott og ilt. Hvat fólk enn halda um henda fyrrverandi landsstýrismannin, so hevur hann - hann hevur eisini umsitið samskiftismál - dugað væl at tala fyri summum av sínum málsøkjum. Tá tað er sagt, skal eisini sigast, at gerðir aftan fyri orðini, hava avdúkað manglandi politiskt og samfelagsligt innlit og framskygni og tí gjørt hann sera ópoppuleran. TAKA vit t.d. alt málið viðvíkjandi Skotlandssiglingini, og brúka tað sum barometur, so vilja tað vera mong, sum fegnast og halda, at SPÍG liggur, sum hann hevur reitt. Hetta málið taklaði hann út av lagi vánaligt. Líka mikið um Smyril var niðurundirkomin ella ei, so var tað landsstýrismaðurin, sum lorkaði okkum Skotlandssiglingina av hondum, eina sigling, sum framtíð kundi verið í, men sum varð steðgað av berum stuttskygni. Hetta eigur sjálvstýrisflokkurin at svíða fyri til valið. Ta dáragerðina fara føroyingar seint at gloyma landsstýrismanninum. Um her vendist við aftur, nú SPÍG er farin, er óvist. Men her er so ein møguleiki at taka alt málið framaftur so ella so, nú ein náttúrlig forðing er tikin burtur. HANN hevur so eisini sagt upp fleiri almennum stjórum, nakað, sum m.a. hevur ført til, at javnaðarflokkurin hevur reist uggafjarðarnar og m.a. hevur lagt fram misálitisváttan á landsstýrismannin. Í tí eina av førunum fyriliggur sakarmál og verður tað áhugavert nú at vita, hvussu leikur fer fram, nú maðurin er koyrdur frá. Tað sakarmálið, sum fyrrv. stjórin á SL hevur reist, er eisini móti sitandi løgmanni. NETTUP á SL-økinum hevur fyrrv. landsstýrismaðurin borið seg løgið at. Fyrst koyrir hann stjóran, tí hesin ikki hevur havt neyðuga "yvirblikkið" - fyri síðani sjálvur - sum ketta upp úr høvdatrog - at koma við eini "neyðhjálpsætlan" fyri at loysa ovurstóru trupulleikarnar, sum SL-flotin hevur at dragast við. Ein kann siga, at hetta er ikki sørt av lagnunnar speisemi, at maðurin, sum koyrdi ein almenna stjóra frá fyri ikki at hava "yvirblikkið" - sjálvur var eiðasørur. Tá tað er sagt, so halda vit, at arbeiðið við Vágatunnlinum hevur verið gott politiskt handverk, har tað einaferð skyld ikki verður hugsað um atkvøður. Og tað er greitt, at landsstýrismaðurin eisini í øðrum málum hevur víst seg konstruktivan og positivan. Eitt nú er hann ein tann fyrsti mentamálaráðharrin, sum hevur gjørt eina roynd at orða ein mentanarpolitikk við álitinum "Avmarkaður marknaður". Vit síggja eisini, at hann hevur megnað at sleppa mentanarøkinum undan skerjingum í fíggjarlógaruppskotinum. MEN í einstøkum málum hevur SPÍG ikki dugað sær hógv. Tað er har hann persónliga er farin inn í eitt einstakt mál so sum Múramálið. Har hevur hann verið sera óprofessionellur við m.a. at fara uttan um sínar egnu embætismenn til frama fyri ávísar áhugabólkar. TAÐ tí er bæði rís og rós til henda í Føroya politisku søgu fyrsta frásetta landsstýrismannin. At hann er ofraður í Tinganesi vegna tvørrandi vilja til samarbeiði frá ovasta stað er eisini ein sannroynd. Vágatunnilin er ikki orsøkin. Helst er tað meira ynskið at sleppa av við sjálvstýrisflokk og tess ávirkan. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði og regn ella kavi og eini 4 stig. Vindurin minkar tó skjótt til lítið lot av ymsum ættum og tað klárar í við kavaælingi. Hitin fellur niður til frostmarkið. Veðrið leygardagin: Hann veksur vindin av suðri, sum frálíður upp í skrið. Út á dagin avfall, fyrst sum vátakavi, seinni sum regn. Síðani klárar í og kavaælingur. Hitin fellur frá um 4 stigum til niður móti frostmarkinum. Veðrið sunnudagin: Hvassur vindur ella skrið av suðri, men móti kvøldi minkar hann vindin nakað. Támut veður og regn av og á. Hitin um 10 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Stundum upp í hvassan vind millum landsynning og útsynning. Framvegis rættuliga lýtt og stundum regn. Í gjár: Eitt hátrýst yvir Bretsku Oyggjunum fer í sunnan. Eitt lágtrýst tekur seg upp í útsynning úr Íslandi, fer í eystan og hevur regn við sær. Tað fer væntandi um Føroyar fríggjamorgunin. Aftaná kemur ein hátrýstryggur við klárari veðri. Í dag: Leygardagin tekur eitt nýtt lágtrýst seg upp í útsynning úr Íslandi og dýpist nógv, so lýggj og slavin luft teir komandi dagarnar vil reka av suðri og útsynningi móti Føroyum við nógvum vindi. Edvard Joensen Miðflokkurin leggur uppí Eisini Miðflokkurin í Vágum hevur latið frætt frá sær, um politisku støðuna, sum íkomin er, orsakað av, at Sámal Petur í Grund fekk sekkin. Í tíðindaskrivi sigur Miðflokkurin í Vágum, at flokkurin ikki fer at góðtaka, at undisjóarætlanin verður steðgað. Flokkurin vísir á, at tá undirsjóartunnilin er komin, fer hetta at skapa munandi batar fyri bæði inn- og útflutningin, øllum føroyingum at gagni. Eisini verður víst á, at skal vinnulívinum í Vágum verða lív lagað, er sera umráðandi, at tunnilin kemur sum skjótast. Leygardagur 6. desember 1997 Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Útróðrarflotin skal ofrast fyri partrolararnar Hasi uppskotini hjá Fólkaflokkinum um skattalætta og inntøkutrygd eru tað bera bóndafangarí. Eg fari ikki at atkvøða fyri teimum og heiti á løgtingsmenn um at fella tey, sigur Ingeborg Winther Bæði Ingeborg Winther og Álvur Zachariassen halda, at uppskotið um minstavinning fer at forkoma útróðrinum, samstundis sum partrolaraflotin verður lívgaður. Ingeborg Winther fer ikki at atkvøða fyri uppskotum Fólkafloksins um skattalætta og minstavinning. Og Álvur Zachariassen vil hava uppskotið um minstavinningin broytt, áðrenn hann tekur undir við tí. Ingeborg Winther, sum umboðar Verkamannafylkingina í andstøðu í Løgtinginum, sigur, at tað er lívshættisligt, tá Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin nú skulu til andstøðuna at gjara við sínum politikki. Vit eru á veg beinleiðis í avgrundina, sigur Ingeborg Winther. Fólk mugu duga at síggja, hvat tað í veruleikanum er, Fólkaflokkurin vil við hasum uppskotinum um skattalætta. Teir lova ein skattalætta, sum einki sum helst høpi er í. Tað kemur einki menniskja aftur til Føroyar eftir hasum 15% hjá Fólkaflokkinum, sigur Ingeborg Winther. >>Og hvør skal fíggja handan skattalættan?<< spyr hon, og svarar sjálv: >>Tað skulu útróðrarmenninir, sum nú skulu av við 20 milliónir, sum John Petersen skal spara við sínum uppskoti um minstaforvinning.<< Ingeborg Winther, sum eisini er formaður í Føroya Arbeiðarafelag, hevur ongantíð dult fyri, at hon er í móti, at bara ein samfelagsbólkur fær skattalætta. Hon vil fegin, at fiskimenninir fáa tað, men so skulu onnur eisini. Hatta fer bara at seta kílar í millum løntakarar, heldur hon. Og tað fer at virka rættiliga skjótt og effektivt, um Fólkaflokkurin fær 28 milliónir í skattalætta til nakrar fiskimenn, meðan 20 milliónir samstundis verða tiknar frá minstavinninginum útróðrarmonnunum. >>Endamálið við hasum er at køva útróðrarflotan heilt, og so lata partrolararnar grópa allan grunnin,<< sigur Ingeborg Winther. Ingeborg Winther eftirlýsir einum skattalætta til allar teir arbeiðsmenninar, sum noyddust at rýma frá húsi og heimi - sum nógv mistu - undan kreppuni. >>Hvussu við teimum? Verður eingin skattalætti latin fyri at fáa tey fólkini heimaftur?<< spyr hon. Ingeborg Winther sigur, at Føroya Arbeiðarafelag misti 2.000 limir orsakað av kreppuni, sum var. Men sum við fiskimonnunum væntar hon kortini ikki, at fólk fara at koma aftur, bara tí ein landsstýrismaður egnir við 15% í skattalætta. Fólk hava longu verið so mikið leingi burtur, at tey hava etablerað seg uttanlands, og har verða tey verðandi. Handan gjaringin, sum Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin nú eru farnir undir fyri at fáa andstøðuatkvøður fyri sínum uppskotum, er farlig, sigur Ingeborg Winther. >>Eg taki ikki undir við hasum uppskotunum og vóni ikki, at aðrir tingmenn gera tað heldur. Tað hevði verið betri at fingið val nú,<< sigur hon. Heldur ikki Sjálvstýristingmaðurin í Norðuroyggjum, Álvur Zachariassen, tekur undir við uppskotinum hjá John Petersen í tí líki, tað fyriliggur. Men hann vil virka við til at broyta tað soleiðis, at vit fáa eina betri skipan, sigur hann. Álvur Zachariassen heldur, at landstýrismaðurin hevur lagt ov hart út, og at markið, tær 10.000 krónurnar, er ov høgt sett. Hann sigur, at hann vil virka fyri í Vinnunevndini, at uppskotið verður broytt. Fyrr enn uppskotið er komið aftur úr Vinnunevndini, vil hann einki siga um, hvat hann fer at atkvøða. Annars er Álvur Zachariassen samdur við Ingeborg Winther í, at líkt er til, at útróðurin bara skal knúskast. Hann heldur lítið um, at teir, sum troyta grunnin hart, skulu lívgast, meðan útróðrarmenninir skulu knúskast. Álvur Zachariasssen sigur, at ætlanir eru frammi um at lata íløgustuðul aftur til partrolararnar. Og tað fær hann ikki at hanga saman við, at takast skal frá útróðrarmonnunum tað, nógvir teirra hava at líta á. >>Tað er í øllum førum eitt mál, eg ætli mær at hyggja nærri at,<< sigur Álvur Zachariassen, løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins í Norðoyggjum. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Stjóraskifti á Shell Hákun Djurhuus verður nýggjur stjóri á Shell týsdagin Hjarnar Djurhuus og Hákun Djurhuus Mánadagin er síðsti arbeiðsdagur hjá Hjarnar Djurhuus sum stjóri á Føroya Shell. Eftir 29 ára tænastu letur hann nú tí 36 ára gamla Hákuni Djurhuus stjórasessin. Nýggi stjórin hevur útbúgving sum sivilverkfrøðingur og HD. Hjarnar Djurhuus fer nú at arbeiða sum umboðsmaður fyri Shell/BP-samtakið Frits Johannesen Novemburljós Undan Eysturskarði karðar hann úr skuggagloprum dimt, døkt, dapurt novemburljós. Morgunljós rættir tong við breiðan fjørð og pilkar havljós úr søltum fjarðarvatni. Hvítmyljur anda í landsynningi og skunda sær Heim á Sand á vetrartingið. Øskulittir másafuglar drýpa nev so nett við sand og fjøruklett og lesa morgunlestur við sjóvarrond við Oyruna, við Gjógvará við Sílatanga og Árnastein. Við tann víða fjallaheim er kaldasveitti í klettum gráum. Børn ressast undan heitari hirðing og seta seg uppundir seg, við vaknandi eygum smáum. Tey brátt í vetrarljósi til skúla gá á pinkulítlum táum í novemburlýsi kámum. So tungt so tepurt vadmælsljós er um Kirkjugjógv og Eliasar konu úr óárligari mjørkakógv. Landsynningur er so tungur og so tráur og so liggur hann so láur um sinni - um breiðan fjørð og syngur síni dimmu, døkku vetrarløg. Frits Frits Johannesen Á Bøvegi á Internet Krúpa smáar klukkur á ljósum trevjarásum á Bøvegi á Internet. Tær vappa og lappa út og inn úr einum teldugoggukassa í Gabon, sum goymur alt um Krumbara Kanasana blómusavnara, úr sóljugula Bøvegi á Internet. Teroykur dampar úr tekrússi í húsi Krumpara Kanasana, og fer henda guva víða um á Bøvegi á Internett. Hann rósast millum Bahrain og Qatar, millum Fámjen og Húsavík. Teroykurin úr krússi Krumbara Kanasana stimbrar Sólju Sannu úr Fámjin og Ásgerð Ásadóttir úr Húsavík. Hann bindir saman Usupa Mohammed úr Bahrain og Jakwa Nakana úr Qatar við Sólju Sannu og Ásgerð Ásadóttir á superspace kl. sjey. Goggu-kassa-teldu-savnari Krumbara Kanasana er ógiftur vappari á trevjarás á Bøvegi á Internett, og fróur býður hann seg fram í sínum sóljugulu Gabon hosum við Internet-tedussa-brosum. "Eg eri fýrati fimm, og eigi í dag tað sama sum í gjár. Eitt krúss av te eina gamla "ged," eitt kreditkort, sum er Groharlem Bundtland norskt Eitt modém, eitt telduhjól, sum fram ímóti jól ' melur runt, í einum lítlum teldukistli í Gabon. undir Krumbana Sanasar lon. Graziosu Børn hava onga hindring í hesi samanbinding. Aldur ongan týdning á hesi Internet Bøvegafrýgging. Windows ella World Perfect og annað frekt, rekur ongan vekk, men eg má kappast við Usupa Mohammed úr Bahrain og Jakwa Nakana úr Qatar við teldu-tedussa-osa úr goggukassaposa á Bøvegi á Internet!" Hvør fær Sólju Sannu og hvør fær Ásgerð Ásadóttir? Fyrsta frýggj á Internet fer nú fram á super space- yvir einum krúss av te. Tedrankarin Krumbara Kanasana úr Gabon, ella teldukálvurin Usupa Mohammed úr Bahrain, ella vapparin Jakwa Nakana úr Qatar, vilja teir nú hava tær, ella er tað bert eitt tankafrýggj, sum nú fer um garð og stýggj á Bøvegi á Internet? Men tær báðar- Sólju Sanna og Ásgerð Ásadóttir sita úti á bygd og vappa millum gardinur og telduurtapottar og gera eitt sveiggj við síni mús, á Bøvegi á Internett. Tær skunda sær til hús við síni teldumús á síni heimasíðu: Bragd aftan á vinstra og framman av stúv! Og rópa á, dú! Á, dú! Við sínum teldueygum vilja tær bert hava ein vappara í sokkum reyðum. Frits Miðvingar heiðra Gudmund Bruun Í morgin, sunnudagin 7. desembur 1997 kl. 1600 verður mentaløta í Miðvágs skúla - til heiðurs fyri Gudmundi Bruun, sála, sum partvís vaks upp í Miðvági Minnislund yvir farin mentafólk Miðvingar hava í eina tíð fyrireikað minnislund á Tungu at minnast farin mentafólk úr Miðvági. Tunga er millum Kirkjuna og býlingin við Kirkjar. Eitt mentafólk á skránni hvønn vetur Í sambandi við virksemið hjá fyrireikarunum verður skipað fyri mentaløtum í Miðvágs skúla hvønn vetur. Seinasta vetur varð Olivar á Ryggi umrøddur. Frammanundan hava Mikkjal á Ryggi og Rasmus á Háskúlanum verið á skránni. Í ár er tað so Gudmundur Bruun, sum stendur fyri tørni. Sungnir verða sálmar og sangir eftir Gudmund Buun. Upplestur verður úr verkum hansara. David Johannesen, sóknarprestur fer at hava fyrilestur um uppruna og virki Bruuns á almennum støði. Valborg Svaðabú, sum kendi Bruun væl, og enn hevur tætt samband við eftirkomarar hansara, fer at tala um Gudmund Bruun, soleiðis sum hon persónliga kendi hann. Hon fer eisini at vísa fram forvitnisligar lutir og verk, sum hava samband við Gudmund Bruun. Gudmundur Bruun (1891 - 1956) Gudmund Bruun varð borin í heim í Jansagerði í Miðvági 18. august 1891. Foreldur hansara vóru táverandi sóknarprestur í Vágum, Emil Bruun og konan, Dora Topp. Gudmund vaks upp partvís í Miðvági og partvís í Havn. Hann var evnaligur unglingi, og fór til Danmarkar at nema sær útbúgving. Hann tók preliminærprógv í 1907. Í 1909 tók hann studentsprógv. Fór síðani at lesa gudfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn, har hann tók gudfrøðiprógv í 1915. Eftir hesa útbúgving varð hann konstitueraður sum sóknarprestur í Vágum í eitt hálvt ár. Gudmundur Bruun kendi seg sum føroying - serliga sum miðving. Gudmundur gjørdi eitt stórt bókmentaligt arbeiði. Hann yrkti sálmar og sangir og týddi ein hóp av sálmum til føroyskt. Hann gjørdi stórt arbeiði millum føroyingar í Keypmannahavn. Hann gjørdist próstur í Hesselager á Fjóni. Haðani ferðaðist hann so til Keypmannahavnar at halda føroyskar gudstænastur fyri føroyingum í Danmark. Ynski hansara var at koma heim aftur og gerast prestur í Føroyum, men so skuldi ikki verða. Gudmundur Bruun andaðist 3. desember 1956, sama árið, sum Mikkjal á Ryggi doyði. Listahugtakið<< >>Listahugtakið<< varð til seint í 18. øld. Samstundis birtist eisini mýtan um tað stóra listarliga flogvitið - tann framúr gávuríka. Í 19. øld og fram til umleið 1925 var listamaðurin ein samfelagsliga høgt mettur maður (sjáldan ein kvinna) sum hitti kongaligar persónar og ferðaðist í borgaraskapsins salónum - hann var sjálvur mangan ein umhildin borgari, eitt nú Carl Larsson. Listahugtakið vaks fram í salónunum til borgaraskapsins egna gagn til tess at prógva borgaraskapsins vitborna støði. Seinni hava ymsir aðrir áhugabólkar brúkt listina, eitt nú í kollveltingarligum sambandi, til dømis Diego Ribera ella Majakowsky - Hitler helt modernismuna vera entartet o.s.fr. Fyri stóra meirilutan av menniskjum í vesturlondum hevur listin tó verið nakað, sum hongur á bróstinum til at prýða stovur. Sjálvsagt er list eisini nakað, tú heingir á bróstið ella setur á gólvið - hon stendur í viðarlundum og prýðir undirgrundarbreytir. List er eisini allar ismurnar - realisma - naturalisma - kubisma - surrealisma - ella minimal art o.s.fr. Mong eru sera ivasom framman fyri samansetingum (installatiónum) sum leingi hava havt ræði á framsýningum, til dømis eitt plastrør har viðkomandi listamaður hevur latið í sítt morgunpiss, ið hann hevur spart saman ígjøgnum nakrar mánaðir. Soleiðis er støðan hjá listini í dag. Listin hevur ongan essens - er einki í sjálvari sær - list er tað, ið tey ráðandi í listaheiminum avgera. Fyri mín part haldi eg, at hon snýr seg um nakað heilt annað. Eg haldi, at listin er eitt framhald av skapanini, hon má vera guddómlig ella framvakstrarlig (evolutioner), tó ikki í beinleiðis fýsiskari merking. Heldur má hon gera skapanina sjónliga - tí fyrst tá ið nakað verður sjónligt, kann tað verða manifest og møguligt at ávísa. Her síggja vit eitt fjall - her ein skóg og her eitt hav við vøkrum sólsetri! - Ikki so, men heldur - her síggja vit gátuna fjallið - skógin - havið og sólsetrið. Tann ófatiliga eskistensiella veruleikan at tað finnast fjøll og skógar og høv við sólsetrum í óendaliga mongum avbrigdum og hava so funnist í óendaligar tíðir langt áðrenn menniskjuni fingu medvit og langt undan teirra ovurstóru kunnleikanøgd. Gátuna (høvundurin nýtir orðið mysterium u.v.) fata vit bara við at hyggja kontemplativt - hyggja, so vit fáa so mikið sum møguligt av heildini. Her hevur listin sína uppgávu - eg hugsi tá ikki einans um myndlist uttan eyðvitað um øll sløg av >>opinberandi<< list - skaldskap - tónleik og film o.s.fr. - Listin setur á stovn ymisk >>mál<< umframt tað vanliga kenda málið - mál sum kunnu, - um ikki greiða gátuna (tað gerst ikki), so ávísa hana úr óendaliga mongum ymiskum sjónarhornum. Listamaðurin kann soleiðis skapa øðrvísi nýggjar mátar at síggja, sum, verða teir móttiknir og brúkandi - kunnu >>broyta<< veruleikan - >>nýskapa hann<<. Skapanin er ikki í ævir givin men ein kosmis og tíðarbundin hending, sum menniskjan eigur sín lut í og hevur sera stóra ábyrgd av. Tað existensiella mysteriið kunnu øll uppliva, sum ikki eru fullkomiliga blindað av radionellari materialismu. Tað menniskjaliga samfelagið, ið øllum førum tað vesturlendska, hevur tó roynt at verja seg so væl sum gjørligt ímóti teirri irrationellu gátu sum tilveran jú er. Í staðin hava tey dúvað upp á eitt >>ikkimysterium<<. Fíggjarfrøði og rationella vísindaliga hugsan (postivismu). Alt skal kunna týðast, einki er gátuført. Listarinnar uppgáva er móti øllum líkindum at opinbera og varðveita tað gátuføra í tilveruni. Møguleikin er har, hvørt nýborið barn er eitt carte blance. Roj Friberg Næmingarnir á Skúlanum á Trøðni framførdu jólaleik Í vikuni eru tey farin undir jólastakið á Skúlanum á Trøðni. Í vikuni var sjónleikurin "Súsanna^3 framførdur fyri fullsettum sali. Anna Sofía Restorff og Sólmundur Joensen hava skrivað og lagt leikin til rættis. Aftaná var krubbuspæl Nú jólahátíðin stundar til, eru skúlarnir farnir undir at skipa fyri jólaspølum og tilíkum, sum hoyrir jólini til. Á skúlanum á Trøðni hava tey gjørt nógv burturúr. Ein myndaligur leikur við tónleiki sum fylgispæl er skrivaður í ár. Umframt tað var krubbuspæl. Tað ery tey bæði Anna Sofía Restorff og Sólmundur Joensen, sum hava staðið fyri leikritinum. Eini 20 - 30 næmingar á skúlanum framførdu, tvær ferðir í vikuni. Fyrstu ferð fyri næmingum á skúlunum í Havn, og aðru ferð fyri foreldrum og avvarðandi at næmingunum á Trøðni. Tá myndamaðurin á Sosialinum vitjaði, framførdu næmingarnir fyri fullsettum sali. Sjónleikurin "Súsanna^3 er um tíðina, tá nebokanesar fóru úr Juda. Teir tóku bert teir ríku borgararnar við sær til Babilon, har teir dusaðu sær í ríkidømi, ótu og drukku og hildu sær at gaman. Súsanna er kvinna, sum dómarar í Babilon dømdi at verða steinað til deyðis. Tá kemur Dánjal, profetur henni til hjálpar, og Súsanna sleppur undan deyðadóminum. Hóast ógvusligu og hendingaríku søgugongdina, so endar alt í øllum góðum, verður sagt á Skúlanum á Trøðni. Jólaframførslan á skúlanum á Trøðni var í tveimum pørtum. Tá leikurin var av, var krubbuspæl, har Jósef, Maria og jesusbarnið vóru høvuðsleikarar. Andlát 27. nov. Poul Johannes Nónfjall, vanl. nevndur Poul í Fámjin, Hvalba, 82 ára gamal. 28. nov. Elsebeth Malena Joensen, Kollafirði, vanliga nevnd Esmalena, 84 ára gomul. Meinhardt Joensen, Klaksvík, vanliga nevndur Meinhardt hjá Skós, 73 ára gamal. Niels Christian Olsen, Vestmanna, 72 ára gamal. Poul Jacob Davidsen, Sørvági, 76 ára gamal. 29. nov. Malla Samuelsen, Tórshavn, 88 ára gomul. Jeffrei Durhuus, ættaður úr Vestmanna, búsitandi í Vordingborg, 93 ára gamal. 1. des. Ásmund William Petersen, Villa, Klaksvík, 68 ára gamal. 3. des. Elin Kristina Petersen, vanliga nevnd Ella, ættað úr Froðba, búsitandi í Havn, 77 ára gomul Føðingar 26. nov. fingu Diana Reynstind og Fróði Fjallstein, Birkerød, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4500 gr. 27. nov. fingu Maud og Símun Hansen, Toftum, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði 5100 gr. 28. nov. fingu Joan og Per Højgaard, Leirvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3900 gr. 28. nov. fingu Elsebeth og Per Gaardbo, Leirvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3650 gr. 29. nov. fingu Gunnleyg Skaalum og Hjalti Gunnarstein, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4200 gr. 29. nov. fingu Elin H. Gudmundsen og Jan Erik Simonsen, Sandavági, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3300 gr. 29. nov. fingu Herborg við Sandá og Eddie Næs Joensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3550 gr. 30. nov. fingu Ingvør Poulsen og Jens Chr. Skaalum, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3600 gr. 1. des. fingu Dagmar Augustinussen og Jákup Eyðun Gullbein, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 2535 gr. 2. des. fingu Bjørg Akraberg Poulsen og Birni Durhuus, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 3100 gr. 2. des. fingu Lenina Andreasen og Heri Thomsen, Argjum, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3200 gr. 3. des. fingu Kristbjørg og Per Christensen, Fuglafirði, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3800 gr. 3. des. fingu Ann Thomsen, Tórshavn, og Petur Martin Johansen, Kollafirði, ein son. Hann var 49 cm langur og vig-aði 2900 gr. 4. des. fingu Jóhanna og Magni Olsen, Saltangará, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 4400 gr. Tiltøk Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli. Sunnukv. kl. 19: Møti. Meinigheitshúsið í Havn Jólafestin verður í morgin, 7. des., kl. 15 fyri børn undir skúlaaldur, og kl. 17 fyri børn í skúlaaldri. Hoyvíkar skúli Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bønarmøti. Sunnukvøldið kl. 18: Møti, Hjalgrím Davidsen talar. Torbjørn, Harald og Jógvan syngja nýtt og gott gamalt. Øll eru hjartaliga vælkomin. OASAN Mánakvøldið kl. 20: bønarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17, møti. Morgunbøn: mánadag til fríggjadag frá kl. 06.45. Biðið verður fyri sjúkum. Øll eru vælkomin. Aglow, Tórshavn Jólafundurin verður í kantinuni á læraraskúlanum leygarkvøldið kl. 20. Øll eru vælkomin. KFUK og KFUM, Tórshavn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Samkoma teirra eldru v/ Sonju Klein, presti. Evni: At fortelja bíbliusøgu. 4. grein (gl. KFUK skótar) hevur jólahugna í KFUK mánakvøldið kl. 19.30. Teen-klub (frá 13-16 ár) møtir týskvøldið kl. 19 í KFUM. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønarmøti. Mikukvøld kl. 20: Uppbyggingarmøti. Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti. Frelsunarherurin, Tórshavn Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti. Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18: Familjutími. Mánadagin k. 17: Felags skótafundur, jólahugni. Mikudagin kl. 17: Club 7up. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús v/ Egil Toftegaard. Sunnudagin kl. 17: Møti saman við børnunum. Kongabørnini luttaka. Lívsins Orð Barnamøti verður leygardagin kl. 17. Sunnumorgunin kl. 10.30 verður møti. Norðskála kirkja Sunnudagsskúlin hevur sangvenjing í kirkjuni leygardagin kl. 16 og endar fyri jól við barnagudstænastu og jólahugna í kirkjuni sunnudagin kl. 14.30. Hvalvíkar Missiónshús Sunnudagin verður jólahugni (jólafest fyri vaksin) kl. 19.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Viðareiði Ungdómurin kemur saman í Missiónshúsinum leygarkvøldið kl. 20.30. Filmur verður at síggja. Drekkamuður verður at fáa. Øll eru vælkomin. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Sunnudagsskúlin hjá Eliaskirkjuni Jólahald verdur leygardagin, 6.desember, kl.15:00 í Eliaskirkjuni á Vesterbrogade 49. Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31551809/fax 315861 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Felagið Pinkubarnadeyði hevur opið hús annan leyg-ardag í hvørjum mánaði frá kl. 14.00. Vit hittast í Jákupsstovu, J. Paturssonar-gøtu 24, Tórshavn. Nærri fæst at vita á tlf. 17940, 43363 ella 17261 Jólacafé í Leirvík Jólacafé verður á Statoil støðini í Leirvík í kvøld kl. 20. Á skránni verður m.a. Guds orð, søga og fyrrverandi misnýtari greiðir frá. Magni Christiansen syngur eisini nakrar sangir. Borðreitt verður við kaffi og te, køkum og rís a la mande við mandlugávu. Øll eru hjartaliga vælkomin. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir Leygardagin kl. 17 og 22.30 Sunnudagin kl. 11 og Kl. 20-21.30 AA-evnisfundur í Tórsgøtu 5. Mánakvøldið kl. 20 í Tórsgøtu 5. Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Kaffistovan er opin frá kl. 14-19 hvønn dag uttan leygardag. Mánadag kl. 17- 19 er Dagur og Vika o.a. Týsdag kl. 17.30 er døgurði. Føroysk bløð liggja frammi. Døgurðamatur, fløgur, bond, bøkur og ullvørur eru m.a. at fáa á kaffistovuni. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29 Jólakonsert á Tvøroyri Kórini >>Røddir<< og >>Ljómur<< hava jólakonsert í Tvøroyrar kirkju sunnudagin 7. des. kl. 18. Skráin er fjølbroytt við m.a. føroyskum og svenskum jólasangi. Eisini verður guitarspæl og solistar at hoyra. Kórleiðari hjá báðum kórunum er Ann Kristin Nilsson. Ein heilsan til gullbrúðarparið Gullborg og Kristian Tá vit skulu senda eina heilsan til tykkum, er ringt at byrja, tí minnini eru so mong og góð. Eg minnist tá eg byrjaði at koma til sjómanskvinnuringin við tær Gullborg og hvussu Jesus víðari arbeiddi við mær til eg vendi um. Eg minnist aftur á allar tær ríku og hugnaligu løturnar uppi í Geilini hjá tykkum. Tykkara umsorgan og góða hjartaliga fyri øllum, tá farið varð undir at byggja Missiónshúsið, hvussu íðin tit vóru bæði við børn og at fyrireika alt tað, sum skuldi til fyri at fáa eitt hús og hvussu eldhugað tit vóru fyri sunnudagsskúla og møtum. Tað kundi verið so mangt at skriva um, men vil eg við hesum fáum orðum senda okkara hjartans tøkk til tykkum við ynskjum um at Gud má signa dagin og framtíð tykkara. Heilsan við Prædikaranum 11,1. Bergljót og Bjarni Úr Gjáar søgu - Barnaminni 1 eftir Petur Jacob Sigvardsen Út er komin bók Úr Gjáar søgu - Barnaminni 1 eftir Petur Jacob Sigvardsen. Útgevari er Forlagið Búgvin. Tað er Einars Prent í Tórshavn, ið hevur prentað og bundið inn. Lívdarkápuna hevur Grafik Studio í Havn gjørt. Hetta er 1. bókin í einum bókaverki um heimbygdina Gjógv, sum rithøvundurin hevur lagt úr hondum. Í hesi fyrstu bókini leiðir høvundurin lesaran - ikki bert inn í Gjáar søgu - men eisini inn í tað føroyska bygdalívið fyri hálvari øld síðan. Vit koma fyrst til bygdina, hoyra um hús og húski, gøturnar og fjøllini. Vit fáa síðan at vita um: árið íkring, barnaheimið, kost og viðskera, gudslívið, høgtíðir, skúlan, ungdómin, ungmannafelag, samkomuhús, móðurmálið, skipsmenn, seyð, fjallgongu, seyðabýti og fletting, ull, harur, alidýr og skaðadýr, fuglaveiði, neytini, neytakonur og váringina - alt væl lýst í umleið 80 ymiskum táttum. Í bókini eru harumframt o.u. 120 myndir, ið lýsa bæði bygd og bygdarlív tá á døgum. Bókin, ið er 270 síður, fæst nú í handlum kring landið. Hon kostar 270 krónur. Parkeringsøkini í Runavík Nú jólini nærkast og í aðrar mátar tá høgtíðir standa fyri durum, so er virksemið á handilsøkinum í Runavíkar Kommunu sera stórt, og hevur hetta eisini sera stóra bilferðslu við sær. Ein náttúrlig avleiðing av stóru bilferðsluni er sjálvsagt spurningurin um hvar ein kann sleppa av við bilin meðan gingið verður í handlarnar - og nú meðan vit hava myrkastu tíðina av árinum kann vera trupult - serliga fyri tey, sum ikki eru væl kend á økinum - at finna almennu parkeringsøkini. Fyri at bøta um hesi viðurskifti og fyri at leiðbeina bilførararnar um parkeringsmøguleikarnar, hevur býráðið tikið stig til at kunna um hetta við hjálagda yvirlitskorti. Í hesum sambandi kunnu nevnast fylgjandi parkeringsøki: 1. Við Ítróttarhøllina, 100 bilpláss 2. Við Læknamiðstøðina, 25 bilpláss 3. Havnarøkið - vestanfyri Fø. Sparikassa, 90 bilpláss 4. Heiðavegur - Høgaból - Apotekið, 135 bilpláss 5. Grótbrotið - aftan fyri Deild C, 64 bilpláss 6. Við Berøa, 20 bilpláss 7. Við Posthúsið, 12 bilpláss 8. Glyvravegur - við Missiónshúsið, 50 bilpláss 9. Við Glyvra kirkju, 70 bilpláss 10. Nýtt parkeringsøki á Glyvrum, 40 bilpláss Fyri at lætta um bilferðsluna annars upp undir jól, fer býráðið at einsrætta ferðsluna eftir Heiðavegi soleiðis, at á vegastrekkinum Høgaból-Sjómansheimið verður suðurgangandi ferðslan at fara eftir Fjøruvegi, meðan norðurgangandi ferðslan fer at ganga eftir Heiðavegi. Í sambandi við einsrættanina av bilferðsluni verða ferðsluskelti sett upp - og annars verður kunngjørt í bløðunum hvørjar tíðir bilferðslan eftir Heiðavegi verður einsrættað. Danir væl nøgdir við HM-lutakastið Fótbóltur: Danmark er komið í bólk saman við Fraklandi, Saudi-Arabia og Suðurafrika Hósdagin var lutakastið til HM-endaspælið í Fraklandi. Fyri danir var hetta gott lutakast, meðan norðmenn komu í truplan bólk. Danir komu í bólk C, og tað gjørdu teir saman við vertstjóðini Frakland, Saudi-Arabia og Suðurafrika. ­ Tað kundi lættliga verið nógv verri, var fyrsti reaktiónin hjá danska landsliðsvenjaranum Bo Johansson eftir lutakastið. ­ Frakland má metast at vera favorittur til at vinna bólkin, men tað kann vera ein fyrimunur fyri okkum, at stórt trýst fer at liggja á teimum. Frakland hevur bert tapt ein landsdyst seinastu trý árini, og hann var móti júst Danmark í Parkini. Nú danir aftur sleppa at royna seg móti Fraklandi, fáa teir fyri fyrstu ferð høvi at hevna 1-0 tapið í EM í 1984, sum eisini varð spælt í Fraklandi. Ta ferðina breyt føroyski landsliðsvenjarin Allan Simonsen beinið, og tað var dyggur smeitur hjá dønum. Danskir eygleiðarar halda, at lutakastið hjá dønum valla fekk verið betri, og teir ivast ikki í, at danir koma víðari. Noregi, sum er hitt norðurlandið í HM-endaspælinum, kom í sera truplan bólk, sum umframt Noregi er mannaður við Brasil, Skotlandi og Marokko. Danska landsliðið leggur fyri við dysti móti Saudi-Arabia 12. juni í Lens, 18. juni spæla teir móti Suðurafrika í Toulouse, og seinasti innleiðandi dysturin er móti Fraklandi 24. juni í Lyon. Bólkur A Brasilia Noregi Skotland Marokko Bólkur B Italia Chile Cameroun Eysturríki Bólkur C Frakland Suðurafrika Saudi-Arabia Danmark Bólkur D Spania Nigeria Paraguay Bulgaria Bólkur E Holland Belgia Suðurkorea Mexico Bólkur F Týskland USA Jugoslavia Iran Bólkur G Rumenia Columbia England Tunis Bólkur H Argentina Jugoslavia Jamaica Kroatia VÍF vant mótleik til mansverjuna av Inga Olsen Hondbóltur: Fer StÍF at mansverja Inga Olsen í toppdystinum í dag, eru vestmenningar klárir við mótleiki VÍF hevur tapt tveir dystir á rað, og nú er farið at standa í oddinum. H71 er farið eitt stig fram um, og tapa vestmenningar dystin móti StÍF í morgin, kunnu teir vænta at detta fleiri pláss niður á stigatalvuni. Tí hevur tað stóran týdning fyri liði at vinna dystin móti StÍF í morgin. ­ Tapa vit aftur hesaferð, missa vitt oddaplássið, og tí hevur tað stóran týdning at vinna móti StÍF, sigur Ingi Olsen, sum er spælandi venjari hjá VÍF. ­ Vit hava við vilja minkað um venjingina eftir Eruopa-Cup dystirnar, og vit hava helst tosað ov nógv um tað, tí spælararnir hava veruliga trappað niður. Í løtuni er tað eitt problem fyri okkum, at spælið ikki gongur, og at verjan ikki riggar sum hon skal. Fyrsti ósigurin hjá VÍF í hálvtannað ár kom tá H71 vann í Vestmanna, og síðani fylgdi Kyndil upp við einum sigri á VÍF. Tað eru nógv, nógv ár síðani at VÍF tapti tríggjar dystir á rað, og tá vestmenningar vanliga vinna á StÍF, tala hagtølini fyri, at VÍF fótar sær í dag, men hagtølini eru ikki nóg mikið í sær sjálvum. Klárir við mótleiki Bæði H71 og Kyndil hava í dystunum, tá tey hava vunnið á VÍF, mansvart besta og mest týðandi spælaran hjá VÍF, Inga Olsen, og møguleiki er fyri, at Jónleif Sólsker og hansara menn í StÍF fara at taka til somu ráð í dag. Men gera teir tað, eru vestmenningar klárir við mótleiki. ­ Tað hevur víst seg, at vit hava ikki fingið spælið at ganga, tá vit hava verið fimm móti fimm, og tí hava vit gjørt nógv við hendan trupulleika undir venjing farnu tíðina, og vit eru klárir við einum mótleiki, sigur Ingi Olsen. ­ Vit hava brúkt nógva tíð til at venja og spæla, tá eg verði mansvardur. Vit hava bæði vant at spæla fimm móti fimm, og at eg skal slíta meg leysan. Fer StÍF at mansverja meg í morgin, fara vit at leggja upp fyri tí, og sjálvt um tað fer at merkja, at eg skal slíta meg leysan, og tað kann fara at síggja nakað rótut út, so gera vit tað. ­ Tað skuldi í grundini verið betri at spæla fimm móti fimm, tí tá er betri pláss, men tá tað bara ikki er tað, so nyttar so lítið. Nú hava vit vant tað nógv, og hvat úrslitið verður av tí, fæst at síggja í morgin, sigur Ingi Olsen. Ovurstóra virðingin er burtur At H71 setti hol á og vann á VÍF, gjørdi støðuna hjá VÍF nógv truplari, tí umframt tvey bæði mistu stigini, var nakað av tí ovurstóru virðingini, sum liðini høvdu fyri VÍF, alt í einum burtur, og tað merkja teir eisini í Vestmanna. ­ Í fjør var tað heilt týðuligt, at liðini góvu tíðliga upp, um tey ikki kláraðu at spæla upp ímóti okkum, men soleiðis er ikki longur. Tann næstan ov stóra virðingin, sum liðini høvdu fyri okkum í fjør, er burtur, og tað ger uppgávuna hjá okkum truplari, hóast eg væl dugi at síggja, at tað tænir føroyskum hondbólti, sigur Ingi Olsen. ­ Fyri okkum hevur tað týdning at fáa gongd á aftur, og tí hevur dysturin móti StÍF stóran týdning. Vit mugu vinna hann, fyri at ikki at koma aftur um hini liðini, sigur Ingi Olsen. Kyndil eisini við Kyndil, sum er eitt av liðunum í fremstu røð, hevur í dag dyst móti KÍF, sum er aftast í deildini. Kyndlamenn kunnu halda fast um sína oddastøðu við at vinna dystin, og tað vil samstundis merkja, at KÍF kann halda fram á aftasta plássið. Einasta liðið, sum KÍF hevur samband við í løtuni, er Neistin, sum mikukvøldið fekk javnt móti H71. Hjá kvinnunum verða tveir dystir hetta vikuskiftið. Í dag verður botndystur á Kambsdali, har GÍ og Stjørnan fara at spæla. Liðini hava spælt í Klaksvík fyrr í ár, og tá vann Stjørnan við tveimum málum. Síðani tá hevur GÍ tapt fleiri dystir stórt, og tær eru tí altráðar eftir at fóta sær aftur, og tað kunnu tær bert gera, um tær vinna dystin í dag. Seinasta dysturin hetta vikuskiftið verður í morgin, og er millum VB og Kyndil. Dysturin verður spældur í Vági. Hvat við Boys Night? Eg sá eitt lesarabræv fyri nøkrum vikum síðani um Boys Night. Tað bleiv onki gjørt burtur úr hesum lesarabrævi, so eg ætli mær at taka hetta evnið uppaftur, fyri at fáa teir at brúka javnstøðulógina í Club 20 eisini. Eg leitaði mær oman í Club 20 eitt kvøldið. Tá eg kom oman sá eg, at tað var ókeypis atgongd fyri konufólk. Hetta gjørdi meg sera argan og keddan. Vit boysar fáa minni og minni at siga her í samfelagnum. Eg var eisini ein ágrýtin Club 20'ari og nógv onnur við mær, men nú eri eg neyvan ein Club 20'ar og eg veit at nógv eru við mær. Eg fari neyvan at leita mær kvinnuklæði fram fyri at sleppa inn í Club 20, so nú mugu teir taka seg saman. Um onki verður gjørt við henda samfelagssliga veikleika, so kann eg við vissu siga, at hetta er valla tað síðsta tit hoyra mær mær. Harmar heilsanir, Ein við stórari umsorgan fyri javnstøðulógini Danskt komplott móti Føroyum? Tá >>anonym<< í bløðunum fríggjadagin 28. nov. ber fram, at tað var eitt álvarsamt undanspæl undan kreppuni, sum føroyska samfelagið kom í, er tað neyvan nakar her á landi, sum ikki gevur viðkomandi rætt. Rentuspekulatiónin var komin á eitt skilaleyst støði, og vit mundu vera fleiri, ið sansaðu vandan, men politikararnir lótust ikki um vón, meðan tíð var - ikki ein. Lætt at siga aftaná, men stýring skuldi havt verið sett á peningarenslið inn og út av landinum. Av tí at hetta ikki varð gjørt, máttu peningastovnarnir á ein ódámligan hátt pranga ein stóran part av síni yvirflóð av innistandandi peningi á okkum vanligu borgarar, helst sethúsaeigararnar. Og tá so á stóð, sluppu øll tey, sum áttu pening í føroysku peningastovnunum, frítt at flyta teir av landinum. Tað skuldu tey ikki sloppið. Rætt skal vera rætt. Føroysku politikararnir fóru eftir valið í 88 í holt við at rætta kósina. Ótálmað uttanlandslán vórðu steðgað, rentuspekulatiónin varð steðgað, og ymisk onnur tiltøk vóru sett í verk. Tíverri varð fríur peningastreymur av landinum ikki steðgaður. MEN, vit eru fleiri her á landi, sum hava ein ógvuliga sterkan mistanka um, at danskir myndugleikar planløgdu og gjøgnumførdu eitt komplot móti føroyska samfelagnum. Tað er henda mistanka, vit ynskja avkláraðan, og vónandi kann bankakanningin geva so fulla greiðu sum gjørligt á hesum viðurskiftum. Er hann ógrundaður - fínt, so vita vit tað og kunnu liva víðari við tí. Men er hann grundaður, so haldi eg, at vit føroyingar eiga at gera alvorliga upp við sambandsmentalitetin. Ein av teimum fáu, sum frítt kann senda Dulnevnd lesarabrøv Dánial á Dul Jacobsen Hvør tosaði um studning? Staddur í tinginum undir fyrstu viðgerð av uppskoti um løgtingslóg um mánaðarligum minstaforvinning og løgtingslóg um minstaløn og dagstudning hósdagin 4. desember, kundi eg fylgja orðaskiftinum beinleiðis. Orðaskifti var merkt av at menn yvirhøvur tosaðu um nakað teir gjarna vildu behandla seriøst, sjálvt um sjónarmiðini kanska vóru eitt sindur ymisk. Einasta undantakið var framsøgumaður sambandsfloksins, sum í sínari dreymaverð segði, at útróðrarmenn, ið vóru tilyvirs, bert kundu finna sær annað arbeiði í hesum paradísi av arbeiðstilboðum, sum finnast í Føroyum. Kanska var tað lokkanin um avgreiðsluna av øllum fallitbúgvunum, sum møguliga fóru at koma, sum fekk hann at úttala seg so droymandi. Eitt skulu útróðrarmenn gera sær greitt: Bæði uppskotini, sum vóru løgd fram, vóru liður í eini samgongusemju og skuldu vera við at fíggja tær 28 milliónirnar, sum skattalættin til fiskimenn kemur at kosta landskassanum. Hesi mál hanga saman og verða avgreidd saman. Ímeðan siglir Føroyaskútan Agnes Louise sína kós, við einari milliard krónum um árið í íløgu- og rakstrarstuðli. Eykapartarnir eru teir flestu í Havn, okkurt lítið stroyggi fer út um landið, tá rópt verður nóg hart um tað. Hvør tosaði um studning? Chris Jan Michelsen Mugu ikki enda aftur sum bananrepublikk Altavgerandi fyri at fáa eina góða avtalu um skuldina er, at vit halda saman og ikki gera nakað, sum vit ikki hava ráð til. Gera vit tað kortini, fer eingin av hava álit á okkum, hvørki teir, sum skulu fíggja okkara skuld ella oljuvinnan. Tá verða vit aftur mettir sum ein bananrepublikk, sigur løgmaður m.a. í samrøðu við Sosialin. Edmund Joensen, løgmaður Nú løgmaður hevur sagt upp ein av sínum landsstýrismonnum spurdu vit hann, um hann ikki er lopin framav! - Tað er løgmaður avgjørt ikki. Tað er vert at undirstrika, at tað er uppgávan hjá løgmanni at meta um, um ein landsstýrismaður hevur umsitið sítt málsøki á fullgóðan hátt. Tað hevur Sámal Petur í Grund ikki gjørt, og tí er hann koyrdur frá. Grundgevingarnar fyri hesum eru í brævinum til landsstýrismannin. Løgmaður sigur, at tað er skeivt at brúka Vágatunnilin sum orsøk til uppsøgnina. - Hvørki eg ella sambandsflokkurin eru ímóti føstum sambandi um Vestmannasund. Men fíggjarliga støðan í Føroyum ger, at tað er møguligt at fara undir eitt slíkt stórt projekt nú. Tíðin er ikki búgvin. Føroyaska samfelagið er ikki til reiðar. Men tá tíðin er búgvin til tað, so vil eg fegin seta pengar av til at byrja arbeiðið uppá fast samband um sundið. Hetta mugu tingmenn liva við. Løgmaður vísir á, at tað eru bert fá ár síðani, at samfelagið nærmast fór á húsagang og 15% av føroyingum fluttu av landinum, fjórði hvør var arbeiðsleysur, og øll fólk vóru undir slíkum skattaoki, at tey, ið eftir vóru, eisini ivaðust í at rýma. - Nú vit ikki meira enn hava fingið nøsina uppundan og síggja út til at fáa pent yvirskot á fíggjarlógini og hvar vit næstu tíðina fáa eina bankakanning og hvar vit skulu gera av, hvat vit skulu gera við skuldina - so mugu vit bíða, áðrenn vit kasta okkum út í stóríløgur. Løgmaður heldur fyri, at sambandið um Vestmannasund er alt ov vánaligt og vit hava ikki tíð at bíða eftir einum undirsjóartunnli fyri at bøta um hetta. -Hetta økið hevur verið alt ov lítið prioriterað, og tí er neyðugt nú at gera nakað til vit fáa fast samband. Tað má gerast beinanvegin, og hetta ætli eg mær at virka fyri. - Men var tað ikki nettup hetta, sum Sámal Petur í Grund legði fyri samgonguna? - Hann skuldi fyrst verið komin í tankar um tað sambandið, sum vit hava og bøtt um tað. Hetta sama er galdandi fyri onnur øki í landinum. - Tað sær ikki mætari út enn, at tínir egnu tingmenn og landsstýrismenn vilja fara longur enn Sámal Petur og gera tunnilin til ein kardinalspurning! - Hatta verður viðgjørt í samgonguni og kemur fram til ta tíð. - Kann tað henda, at tínir egnu verða ekskluderaðir á sama hátt sum Sámal Petur, nú teir krevja, at Vágatunnilin verður við á fíggjarlógini? - Hatta havi eg ikki hug at svara uppá. Uppá fyrispurning um ikki løgmaður átti at havt tosað við formannin í sjálvstýrisflokkinum um trupulleikarnar við landsstýrismanninum, áðrenn hann gjørdi av at koyra hann sigur Edmund Joensen, at hann spurdi formannin í sjálvstýrisflokkinum á samgongufundinum tann mánadagin, hvønn hon hevði at seta ístaðin fyri Sámal Petur í Grund. - Men átti tú ikki at viðgjørt hetta við sjálvstýrisflokkin, áðrenn tú tók eitt slíkt drastiskt stig? - Eg skal ikki samráðast við nakran. Eg skal bert siga, hvat eg ætli, og tað gjørdi eg. - Men vóru hinir landsstýrismenninir kunnaðir um, at tú fór at koyra Sámal Petur frá og tóku teir undir við tí? -Hetta er eina og aleina mín uppgáva. Meira er ikki at siga um tað. Løgmaður hevur annars varhugan av, at hann hevur undirtøku í landsstýrinum fyri tí hann hevur gjørt. Bara politikkur - Onkur heldur helst, at tú ber tað at sum ein elefantur í eini glasbutikk og at tú við tínum framgangsmáta brennir allar brýr til bæði verandi samgongufelagar og til tey tú skal virka saman við í framtíðini av! - Alt hatta er politikkur, og tað taki eg ikki tungt. Tú mást gera tað tú er settur til og kann ikki lata sær alt lynda. Málið er at rætta hetta samfelagið uppaftur og tað nyttar tí ikki bara at vera eftirgevandi og geva øllum rætt. Tað hevði verið lættari at gjørt tað, men tú fær eingi úrslit við at gera tað. Edmund Joensen sigur, at hann er settur sambart eini nýggjari stýrisskipan. -Tann gamla hevði við sær, at Føroyar fóru á húsagang. Eg skal eisini hugsað um, at tann siðvenjan, sum eg leggi í hesa nýggju skipanina, skal ikki føra til, at einki fær avleiðingar. - Men er tað ikki týdningarmikið, at tú hevur undirtøku í tínum egna flokki, hvat ein ikki hevur varhugan av, at tú altíð hevur! - Løgmaður spyr heldur ikki sín egna flokk, tá eitt slíkt mál kemur fyri. Skal hann ráðføra seg við Gud og hvønn mann, hvat hann skal gera við ein landsstýrismann, so verður landsstýrismaðurin ongantíð koyrdur og so kann ein eins væl strika hasa greinina í stýrisskipanarlógini. Edmund Joensen sigur annars, at hann hevur altíð havt gott samstarv við tingmenn og landsstýrismenn. -Eg havi ongan dag gingið fornermaður úti í Tinganesi og havi ongan tingmann og landsstýrismann verið firtin inn á. Tann, sum ger tað, skal ikki vera í politikki. Hetta er eitt álvarssamt arbeiði, sum skal gerast, og tað skal útinnast eftir, hvat tænir landinum best og eftir tí, sum er skrivað í nýggju lógini. - Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins sigur við Sosialin, at Sámal Petur er offraður fyri manglandi leiðslu í Tinganesi! - Tað er tvørturímóti. Hatta er eisini politikkur. Hann skal blíva við at endurtaka tað sama til fólk trúgva tí. Edmund Joensen sigur, at Jóannes Eidesgaard av góðum grundum ikki veitt, hvussu arbeitt verður í Tinganesi undir tí nýggju lógini, har tað gongur eftir einum føstum avtalaðum arbeiðshátti. -Eg haldi, at tað er meiri politiskt virksemi eftir hesum nýggju skipanina enn tað var eftir tí gomlu. Ongum vent bakið - Men tá nú ein minnilutastjórn skal roynast og hetta er í eini tíð, har løgmaður hevur brent so nógvar brýr við aðrar flokkar, kann tað so ikki virka eitt sindur bakvent at fara eftir hjálp frá teimum somu, sum ein hevur vent bakið! - Eg haldi meg ikki hava vent nøkrum bakið. Javnaðarflokkurin fór frívilluga úr Tinganesi, og sjálvstýrisflokkurin líkaso. Løgmaður sigur, at tað eigur ikki at fáa politiskar avleiðingar fyri tað at ein landsstýrismaðurin verður skiftur út. Tá liva flokkarnir ikki upp til tað, sum stýrisskipanarlógin fyriskrivar. Í øðrum londum síggja vit, at ráðharrar verða skiftir út. Tað fær ikki avleiðingar fyri eina stjórn. Men tað er líkasum, at vit hava ikki megnað at livað upp til eina slíka nýggja lóg. Helst tekur tað eini 10-15 ár til vit megna tað. - Men heldur tú, at tú fer at fáa stuðul í tinginum eftir hesi turbulentu árini! - Tað geri eg, og tað haldi eg vit hava fingið eina ávísa ábending um frá tinginum. Edmund Joensen er ikki samdur við Anfinni Hansen, advokati, sum hevur samanborið málið við Framtaksgrunni og Vágatunnuli, tá tað snýr seg um at fáa hjálp frá andstøðuni. - Tað var eitt mál, sum løgmaður hevði fingið loyvi at leggja fyri tingið, eisini frá fólkaflokkinum. So hetta kann als ikki samanberast. Mugu hugsa um umdømið Uppá fyrispurning um tað ikki er sera óheppið fyri okkara umdømi í umheiminum, at slíkt hendir í Tinganesi sigur hann, at tað er beint øvugt. -Tað er sera umráðandi, at vit ikki gera nakað í panikki. At vit føroyingar vísa, at vit klára at takla eina støðu og at vit tola at síggja, at vit hava eitt yvirskot á eini fíggjarlóg uttan at brúka tað til eitt og annað. Løgmaður sigur, at tað er eisini altavgerandi fyri at vit kunnu fáa eina góða avtalu um skuldina, at vit halda saman og ikki gera nakað, sum vit ikki hava ráð til. -Annars fer eingin at hava álit á okkum, hvørki teir, sum skulu fíggja okkara skuld ella nøkur oljuvinna. So verða vit roknaðir sum ein onnur bananrepublikk. Tað er ov tíðliga at hava gloymt fortíðina, nú ræður um at halda fast og fara hóvliga fram, soleiðis at samfelagið gerst sterkari alla tíðina. Val áðrenn juli - Men hvat skal til fyri, at Edmund Joensen skrivar út nýval? - Soleingi samgongan kann føra ein politikk, sum styrkir hetta samfelagið, soleingi halda vit út. Nú royna vit so minnilutastýrið fyrstu ferð. Vit hava fingið at vita, at vit fáa stuðul í tinginum, og vit hava nógv stórmál fyri, og hesin møguleikan skal nú roynast. Edmund Joensen sigur annars, at eitt val verður helst hildið fyrr enn í juni-juli. Edmund og hansara menn sleppa at trýsta mál ígjøgnum - Eilif Samuelsen gav ein nýggjan studentaskúla í føðingardagsgávu, uttan at nakar annar visti um tað. Edmund ger sum honum lystir og Nólsoyar Pálsmálið fær ongar avleiðingar fyri partamannin hjá løgmanni, sigur Helena Dam á Neystabø Sjálvstýrisflokkurin harmast politisku gongdina seinastu dagarnar, sum førdi til, at Sjálvstýrisflokkurin ikki longur er partur av samgonguni. Hetta sigur formaður floksins, Helena Dam á Neystabø. Hon sigur, at samstarvið í samgonguni hevur verið strivið frá byrjan, og at tað er ein sannroynd, at løgmaður ikki hevur megnað at samansjóða arbeiðið í tann mun, tað er neyðugt, tá fleiri flokkar skulu arbeiða saman. - Hóast samgongan bert hevur sitið í góð trý ár, so hava ikki færri enn 11 landsstýrismenn mannað landsstýrið í hesum skeiði. Heldur enn at viðgera mál fyri mál, eisini tá ósemjur eru um tey, hevur løgmaður lagt seg á eina linju, har hann við almannakunngerð og hóttanum vil trýsta sín vilja ígjøgnum, sigur Helena Dam á Neystabø. Hava álit á Sámal Petur í Grund Hon sigur víðari, at hóast hesa mannagongd, so valdi Sjálvstýrisflokkurin at halda fram við samstarvinum, til tað nú, tá landsstýrismaður floksins varð sagdur úr starvi, varð ovboðið. - Ein landsstýrismaður umboðar jú ikki seg sjálvan, men flokkin. Ein uppsøgn av landsstýrismanninum er tískil uppsøgn av samstarvi við flokkin, sigur hon. Orsøkin til at Sjálvstýrisflokkurin ikki heldur fram í sitandi samgongu er fyrst og fremst, at flokkurin hevur fult álit á Sámal Petur í Grund sum landsstýrismanni. - Flokkurin hevur ongantíð ætlað, at okkara umboð bert skuldi dansa eftir pípu løgmans, sigur Helena Dam á Neystabø. Setur ymisk krøv - Annað er, at Edmund Joensen sum løgmaður setur ávísum landsstýrismonnum heilt onnur krøv, enn sær sjálvum. Løgmaður sigur í Útvarpi Føroya 2. desember, at landsstýrismenn ikki skulu arbeiða við øðrum málum, enn við teimum, sum samgongan er fullsamd um. Soleiðis átti tað sjalvandi at verið. Men hesi krøv løgmans standa í alt ov stórari andsøgn til handfaring av málum, sum hann sjálvur umsitur. Og nevnir hon í hesum sambandi Framtaksgrunnurin, Fiskasølan og Fiskavirking. - Og ikki minst nýggjárs- og løgmansrøður hansara, leggur hon afturat. - Í hesum málum hevur løgmaður sum kunnugt bert ført egin sjónarmið fram, hóast harða mótstøðu bæði í egnum flokki og í samgonguflokkum. Tað, at landsstýrismenn ikki eru javnsettir, og arbeiða undir ymiskum treytum, kann flokkurin ikki góðtaka. Ymsar treytir Mál, sum bygging av nýggjum studentaskúla og handfaringin av Nólsoyar Pálsmálinum, eru týðandi dømi um, at landsstýrismenninir ikki eru undirlagdir somu treytir, sigur Helena Dam á Neystabø. Sjálvstýrisflokkurin undrast á, hví Sámal Petur í Grund varð sagdur úr starvi. Løgmaður vísir á vantandi loyalitet. Men einki hald er í hesi grundgeving, sigur hon. - Sjálvstýrisflokkurin hevur ongantíð í samgonguarbeiðinum hótt við at venda sær til andstøðuna, um hann ikki fekk undirtøku í samgonguni fyri sínum sjónarmiðum, og hevur sostatt ikki verið illloyalur. Men fleiri dømi eru um, at løgmaður og aðrir landsstýrismenn hava trýst mál ígjøgnum við at venda sær til andstøðuna. Øll minnast, tá ið Sambandsflokkurin trýsti lógina um fiskidagaskipanina ígjøgnum við undirtøku frá Fólkaflokkinum, hóast bæði Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin , sum tá sat í samgonguni, ikki tóku undir við fiskidagaskipanini. Somuleiðis førdi løgmaður sjálvur fram, at tók samgongan ikki undir við at geva framtaksgrunninum óavmarkaða peningaupphædd, so vendi hann sær til andstøðuna til tess at fáa ein meiriluta í sín part. og landsstýrismaðurin í skúlamálum lovaði á føðingardagsveitslu studentaskúlans í Hoydølum nýggjan skúla, hóast hetta ongantíð var borið upp á mál innan samgonguna. Og soleiðis kundu vit hildið fram at nevnt dømi, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon sigur eisini, at Sjálvstýrisflokkurin tey seinastu trý árini, hóast truplu samstarvsumstøðurnar, rokkið málum, sum flokkuri í dag fegnast um. - Vit harmast um tey mál, sum flokkurin hevði sett sær fyri at fremja, men sum nú detta niður fyri og ikki verða framd, sigur Helena Dam á Neystabø, sum leggur afturat, at nú flokkurin ikki longur er partur av samgonguni, fer hann at halda fram við einum samvitsku- og ábyrgdarfullum politikki á tingi - tjóðini at frama... Samgongan gjørt semju um undirsjóvartunnilin - Eg slái meg til tols við semjuni, sum varð gjørd í lítlusamgongu, sigur Jørgin Niclasen - Lítlasamgonga hevur gjørt av at arbeiða víðari við málinum um undirsjóvartunnilin, og ein loysn er í ljósmála. Hetta sigur Jørgin Niclasen, løgtingsmaður Fólkafloksins fyri Vága valdømi. Klokkan 17oo fyrradagin hevði lítlasamgonga fund um málið, og har varð komið fram til hesa semju, sum ger, at er Jørgin Niclasen ikki tekur stuðulin til samgonguna aftur, soleiðis sum valfelag hansara annars hevur mælt honum til. Vit frætta eisini, at Suni Jacobsen, tingmaður Sambandsfloksins eisini tekur undir við semjuni. Jørgin Niclasen vil ikki siga nærri, hvat semjan snýr seg um, men sum Sosialurin skilir er ætlanin at finna fram 35 milliónir krónur - partvís av verandi fíggjarætlan og partvís av fíggjarætlanini fyri 1998. Men hvat semjan í veruleikanum snýr seg um, vil Jørgin Niclasen ikki siga - bara tað, at hann hevur sligið seg til tols við semjuna. - Málið verður ikki blokerað meira í landsstýrissamgonguni, og stríðið er hervið steðgað, sigur hann. - Nær kunnu vit so vænta eina loysn? - Eg fái ikki sett dato á, men tað verður skjótt. - Verður tað í ár? - Tá fái eg ikki sagt meira um, sigur hann. Jørgin Niclasen vísir annars á, at tað í veruleikanum ikki er gjørt nakað ítøkjuligt við undirsjóvartunlin, uttan tað, at arbeitt varð seriøst við ætlanunum - við hugskotunum, tá Sámal Petur í Grund varð koyrdur frá. - Nú heldur hetta arbeiðið fram, og tað eri eg nøgdur við, sigur hann. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Valfelagið við Jørgen Niclasen: Far úr samgonguni! Sosialurin, hóskvøld: Valfelag Fólkafloksins í Vágum biður Jørgen Niclasen um at taka stuðulin til samgonguna aftur, um tunnilsætlanin steðgar Málið um undirsjóvartunnilin er vorðið til eitt rættuligt innanhýsisstríðsmál í báðum samgonguflokkunum, Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum. Tað er Edmund Joensen, sum í øllum førum fyribils hevur steðgað tunnilsætlanini, og tað eru partamenn hansrara í Vága valdømi sera misnøgdir við. Sambandsflokkurin er annars ógvuliga sterkur í Vága valdømi, har hann við seinasta løgtingsval var nógv tann størsti flokkurin. Ivan Johannesen er valdur tingmaður fyri Sambandsflokkin, meðan Suni Jacobsen situr í hansara løgtingssessi, meðan Ivan Johannesen er í landsstýrinum. Hin tingmannin eigur Fólkaflokkurin. Hann eitur Jørgin Niclasen. Partamaður hansara í Havn, Bjarni Djurholm hevur týðuliga og greitt víst á, at tað ikki er rætt at fara undir ætlanina nú. Men valfelag Fólkafloksins í Vágum ætlar eftir øllum at døma at seta hart móti hørðum, tí nú heita tey á Jørgin Niclasen um at taka stuðulin til samgonguna aftur, um tunnilsætlanin steðgar. IVAN JOHANNESEN: ­ Steðgar tunnilsarbeiðið fær tað avleiðingar SOSIALURIN, hóskvøld: Eftir øllum at døma ganga brotasjógvarnir harðir í Sambandsflokkinum. Edmund Joensen segði í kvøld í degi og viku, at meira verður ikki gjørt við undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi. Hann segði eisini, at einki veruligt arbeiði er gjørt í hesum máli. Harvið gongur hann beinleiðis ímóti partamonnunum í Vágum, Ivani Johannesen, landsstýrismanni og Suna Jacobsen, tingmanni. Suni Jacobsen hevur fyrr sagt, at tað fær avleiðingar fyri samstarvið í Sambandsflokkinum, um arbeiðið við tunnlinum steðgar. Nú tekur Ivan Johannesen eisini blaðið frá munninum. Við deg og viku í kvøld segði hann: ­ Vit vóru nakrir, Sámal Petur í Grund, Sune Jacobsen, Jørgin Niclasen og eg sjálvur, sum arbeiddu við hesum málinum. Eg eri keddur av, at Edmund Joensen nú hevur steðgað hesum arbeiði, men eg ætli mær politiskt at royna at finna eina loysn. Men eg eri ikki samdur við løgmanni í hesum máli, segði Ivan Johannesen. Tá hann av sjónvarpinum varð spurdur, um hetta fær avleiðingar fyri samstarv hansara við Sambandsflokkin, segði hann seg ongar viðmerkingar hava til hetta beint nú. ­ Men steðgar tunnilsarbeiðið her, so fær tað avleiðingar, segði hann. LØGMAÐUR: - Vit halda fram sum minnilutalandsstýri Ongar royndir verða gjørdar at fáa annan flokk upp í samgonguna Løgmaður segði við útvarpið í kvøld, at hann ikki fer at biða nakran annan flokk koma upp í samgonguna, nú samgongan kom í minniluta, tá Sjálvstýrisflokkurin fór úr samgonguni. Løgmaður sigur, at landsstýrið við sínum 15 tingmonnum fer at halda fram sum minnalutalandsstýri - og harvið verður nýggja stýrisskipanin roynd á hesum øki. Enn er ikki greitt, um nakar flokkur fer at leggja misálitisuppskot fram móti løgmanni og samgonguni, men ivasamt verður, um landsstýrið fær ætlaðu skattalógarbroytingarnar - serliga fyri sjófólkið - samtyktar. Stjórin settur á Kærustovninum Tommy Petersen er settur sum stjóri á felags Kærustovninum fyri almanna- og skattamál, sum fer at virka 1. juli næsta ár. Tað er Almanna- og Heilsudeildin í Tinganesi, sum hevur sett stjóran. Upprunaliga var kærustovnurin fyri almannamál stovnaður fyri nøkrum árum síðan, men hesin fekst ongantíð at virka. Nú verður roynt at uppbyggja ein stovn, sum við síðuna av almannamálum eisini kann taka ímóti kærum í skattamálum. Seinni er ætlanin at onnur kæruøki skulu leggjast undir henda stovnin, eitt nú umhvørvismál, vinnumál o.s.fr. Tommy Petersen byrjar 1. apríl í nýggja starvinum, og Kærustovnurn letur upp 1. juli 1998. Pensionatið er ein psykiatrisk deild - Tað er ein misskiljing tá fólk halda, at talan er um eitt pensionat. Pensionatið er ein deild, sum eftir røttum átti at kallast deild 6 á psykiatrisku deild, sigur yvirlæknin Stórur dramatikkur var á Pensionatinum í gjár, har búfólkið nokaði at flyta út, so sum kravt var av leiðsluni á psykiatrisku deild. Tá Petry Olsen, leiðari á deildini, eisini noktaði at fara frá sínum sjúklingum, gjørdist støðan ótrygg. Eitt bil fingu tey boð um at flyta, men løtu seinni frættu tey, at møguliga skuldu tey verða verandi heima. Soleiðis var støðan til út á seinnapartin í gjár, men so var flytingin av álvara veruleiki. Tey 10 búfólkini vóru flutt á aðrar deildir at halda jól. Leiðarin sjúkrameldað Tá Sosialurin tosaði við Petry Olsen um fýra tíðina hósdagin, segði hon seg vilja seta starvið inn, fyri at búfólkið skuldu sleppa frá at flyta út. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Petry Olsen, leiðara á Pensionatinum, um gongdina i málinum. Bert verður stutt sagt á Landssjúkrahúsinum, at Petry Olsen ikki er koyrd úr starvi, men at hon er sjúkrameldað fyribils. Heri Berg, yvirlækni, sigur við Sosialin, at tað er skeiv merking at kalla bústaðin hjá teimum 10 fólkunum Pensionatið. Hetta er í veruleiknaum deild seks á psykiatrisku deild. - Partur í søguni er, at tey 10 fólkini hava verið innløgd í nógv ár, men at tey ikki kunnu útskrivast, tí tey hava tørv á viðgerð og at búgva nær sjúrahúsinum. - Hóast Pensionatið er sum himmiríki fyri búfólkið, so var túrurin kom til at Pensionatið lat aftur hesaferð, sigur Heri Berg. - Búfólkini vóru ólukkulig um avgerðina, men tá eg tosaði við tey seinnapartin í gjár, var tað ávíst forstáðilsi fyri, at hetta mátti gerast, sigur Heri Berg, sum avgjørt ikki ber í bøtuflaka fyri hesi avgerð. Hann ásannar bert, at tað var neyðugt, fyri at spara. Ætlanin var sambýli - Tað hevur verið ført fram, at búfólkið hevði havt betur av at flyta í sambýli uttan fyri sjúkrahúsøkið? - Tey fólkini, sum búgva á Pensionatinum, hava tørv á at vera nær sjúkrahúsinum, men tey kundu avgjørt havt betri umstøður. - Í teimum góðu tíðunum hugdu vit eftir einum sethúsum til endamálið, og hevði tað húsið verið størri, so vóru tey keypt á. Ætlanin var at flyta búfólkini, og at starvsfólkini skuldu flyta við teimum. Orsøkin til at hetta ikki er gjørt seinni, er at nú er eingin peningur til slíkt tiltak, sigur Heri Berg. Eg kundi ynskt at blivið gamal í Føroyum - Eitt tað mest grundleggjandi í kristindóminum er at øll eru naka, og soleiðis er tað í Føroyum. Tí vil eg verða her. Eg fari burtur at fáa fríska luft, men so koma vit aftur, sigur Henning Bøgesvang Ein sunnudag herfyri boðaði Henning Bøgesvang, prestur í Klaksvík, frá av prædikustólinum í Christianskirkjuni, at hann 1. februar fer av landinum. Nógv fólk harmaðust hesi tíðindi, tí Henning Bøgesvang er era væl lýddur sum prestur, tí hann altíð er við tí góða orðinum og er so positivur. Men Henning Bøgesvang sigur ikki Føroyum farvæl fyri allar tíðir. Hann hevur fingið starví Gøteborg hjá donsku sjómanskirkjuni, men hann hevur í setanarbrævinum treytað sær, at hann aftaná tey bæði árini sleppur aftur til Føroya. Tí her vil hann vera. - Men eg eri komin í tann aldur, at skal eg royna okkurt nýtt, so skal tað vera nú. Eg hugsi sum so, at beint nú haldi eg meg hava nakað at geva, men hendir tað, at eg verði útbrendur um eini fimm ár, so noyðist meinigheitin at hanga uppá ein útbrendan prest í eini 10-15 ár aftrat, sum eg havi eftir at vera prestur í, og tað hevði verið spell. Eg haldi tað vera neyðugt at fara burtur at royna okkurt nýtt, at fara burur at fáa fríska luft. Tá Bøgesvang fer úr Klaksvík 1. februar, hevur hann verið her í 22 ár. Frammanundan hevði hann verið sjómansprestur, og tað sum sjómansprestur hann fekk hug at søkja til Føroya, við tað at føroyingar altíð hava stuðlað sjómanskirkjuni so væl. Nakrar ferðir vitjaði Bøgesvang í Føroyum, áðrenn hann søkti og fekk starvið í Klaksvík í 1976. Hoyra heima í Føroyum Har hava hann og familjan búð síðan, og tey hava trivist væl. Synirnir báðir hava búð tað mesta av lívinum í Føroyum, so teir rokna seg fyri føroyingar. - Vit vórðu frá fyrsta degi væl móttikin og hava trivist sera væl her, og tað var ein tung avgerð at siga upp. Bøgesvang tosar í sínum prædikum ongantíð um dómadag. Hann leggur dent á lívið og tað at vera menniskja. - Mítt sjónarmið er, at vit fyrst og fremst skulu hugsa um lívð her á jørð, og hvussu vit liva. Tað, sum kemur aftaná, mugu vit leggja í Harrans hendur. Fyri okkum má lívið vera tað avgerandi, og tað er jú eisini soleiðis, tað skal skiljast, at Jesus varð sendur niður á jørðina sum menniskja. Sjálvandi hevur Bøgesvang verið úti fyri, at onkur fólk hava verið ósamd við hann. - Eg vil tó siga, at tey flestu ósamdu hava verið tað upp á ein siviliseraðan máta, og tíbetur hava vit fáar intollerantar fanatikarar. Eg havi ongantíð havt trupulleikar av hesum, tí eg leggi meg ikki í, hvat onnur hugsa, og eg toli aðrar meiningar. Góður ungdómur Í Danmark verður nógv tosað um, at ungdómurin ikki sæst í kirkjuni, og summi mæla til, at kirkjan verður loyst frá statinum. Í Føroyum hevur eisini t.d. Heimamissiónin verið inni á, at ov fá av teimum ungu ganga í kirkju. - Eg haldi, at vit heldur eiga at fegnast um øll tey ungu, sum eru virkin. Vit eiga góðan og sunnan ungdóm í Klaksvík og í Føroyum sum heild, og tað er ein stórur hópur av ungum, sum hevur eitt ríkt ungdómslív, bæði í KFUM & K, í Emmaus og Betesda. - Tað ber sjálvandi altíð til at seta spurningin, um kirkjan kann tykjast teimum ungu óviðkomandi. Men tað er ikki altíð líka lætt at skula venda sær til alla fjøldina í senn, tey tilkomnu, tey ungu og børnini. Men viðhvørt eydnast tað í eini prædiku. Besti mátin er við barnagudstænastuni, tí tá er boðskapurin altíð lættur at skilja. Vitjar nógv sjúklinar Umframt sínar øðrvísi prædikur er Bøgesvang ikki minst kendur fyri sítt sálarrøktararbeiði. Fáir prestar hava gjørt so nógv sum hann við at vitja á sjúkrahúsinum. Tað er ikki so, at Bøgesvang sum prestur hevur einkarrætt at fara á sjúkrahúsið. Hon presturin ger tað eisini, men teir báðir hava býtt uppgávurnar hjá prestunum sínamillum, og teir avtalaðu, at Bøgesvang skuldi taka sær av at vitja á sjúkrahúsinum. Og ta uppgávuna hevur hann røkt til fulnar, tí tað hevur hansara stóra áhuga, og hann heldur tað vera so týdningarmikið. Prestarnir hava altíð vitjað á sjúkrahúsinum, men ikki so ofta sum Bøgesvang, ið hevur verið í USA og fingið sera sær serútbúgving í hesum arbeiði. Tey sjúku geva Prestur er næstan dagligur gestur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. - Í fyrstuni hugdu bæði sjúklingar og starvsfólk við, tá eg komu, og tey hildu, at tá eg kom, mundi onkur liggja til tað síðsta. Men sum frá er liðið, hava øll vant seg við, at eg javnan vitji, og eingin gevur sær far um, nær eg vitji, hvørja stovu eg fari inn á og hvønn eg vitji. Bøgesvang er ógvuliga upptikin av hesum arbeiði. - Á sjúkrahúsinum komi eg í samband við ótrúliga nógv fólk, og eg upplivi tað altíð, sum eg havi so nógv við mær, tá eg fari av sjúkrahúsinum aftur. Eg fari frískur at vitja tey sjúku í tí vón at geva teimum nakað, og so er tað eg, sum fái nógv heim við mær frá teimum sjúku. vit mugu bara vóna, at tey eisini fáa nakað burtur úr vitjanunum. - Vit hoyra ofta fólk siga, at góð heilsa er tað besta av øllum. Fólk, sum liggja á sjúkrahúsi, hugsa ikki so. Men tey sjúku eru ofta nógv meira nøgd við tilveruna enn tey frísku. Tey hava ofta so nógv positivt at siga, t.d. um góða røkt, og tí er tað so lívgandi at vitja sjúk fólk. - Tað er ein serlig støða at vera í at liggja sjúk á einum sjúkrahúsi. Fólkini kunnu so at siga eiki at gera, og tey hava ov mikið av tíð. Tey kunnu av góðum grundum ikki gera, sum tey vilja, eru vundin av hjálpini, sum tey mugu hava frá øðrum. Tað kemur tí ofta væl við at fáa vitjan av onkrum uttaneftir, og tað sigur teimum eisini, at onkur hugsar um tey. Bøgesvang vitjar líka so nógv tey, sum eru sjúk og ernast aftur, sum hann vitjar tey, sum ikki hava so langa tíð eftir. Hann er varin, tá hann vitjar, pressar seg ikki inn á nakran. Hann vitjar fyri at vera saman við fólkunum og luta eftir teimum, um tey hava hug at tosa. Ørindi hansara eru ikki at prædika ella biðja, men heita fólk á hann um at biðja eina bøn saman við teimum, so ger hann tað sjálvandi. - Men eg eri ikki nøkur automatisk biðimaskina. Kann við øllum - Eg virði øll fólk, soleiðis sum tey eru, og eg havi ongantíð tikið dagar ímillum, hvat trúarsamfelag fólkini hoyra til. Eg havi eisini altíð verið væl móttikin av øllum, um so fólkini hava hoyrt til kirkjuna, Brøðrasamkomuna ella onnur trúarsamfeløg. Tað ber jú væl til og er eingin trupulleiki,bara vit øll virða hvønn annan. Bøgesvang heldur tørvin á sálarrøktararbeiði og samtalum verða øktan, nú samfelagið er blvið so materielt, og alt bara snýr seg um teknikk. - Alt hevur skund, og alt verður gjørt upp í pengum, samstundis sum sambandið millum f'olk, kenslulívið og okkara andslív verður sett til viks. Samstundis verður stríðs fyri sunnari kostvanum og at fáa fólk at leggja av at roykja, tí vit skulu vera so sunn. - Men tað, sum um ræður, er at vit skulu vera heil menniskju, og tað tykist sum størri og størri forstáilsi er fyri hesum. Øll hesi árini hava nógv fólk verið hjá Bøgesvang bara fyri at tosa. Tað hava verið fólk í onkrari kreppu, t.d. orsakað av hjúnarskilnaði, samlívstrupulleikum, fíggjarligum trupulleikum ella onkrum øðrum. Bøgesvang er fegin um, at fólk hava tað álitið á honum, og at tey velja at fara til prest at leita sær ráð ella bara fyri at tosa. - Øll eru eisini líka vælkomin at koma til mín at tosa, og øll skulu eisini vita, at tey trygt kunn venda sær til prest, tí vit hava tagnarskyldu, einki fer víðari. Fólk skulu eisini vita, at hvør trupulleikin enn er, so kundi ikki fallið mær inn at komið við nøkrum peikifingri. - Vit prestar eru ikki professiniellir sálarlæknar, líka so lítið sum vit eru fullkomnir, men vit kunu hjálpa við at lurta og vegleiða, hvagar fólkini skulu venda sær fyri at fáa ta hjálp, tey hava fyri neyðini. Kærkomnar royndir Bøgesvang heldur, at í sálarrøktararbeiðinum er tað komið hon væl við, at hann hevur sínar royndir sum sjómansprestur. Nógvir prestar hava bara livað eitt vart lív, men tað góða er at siga um prestarnar í Føroyum, at flestu teirra hava roynt okkurt annað arbeiði, t.d. verið til sjós, og hava líka sum Bøgesvang hoyrt annað enn sunnudagsskúlaprát. - Tað má geva størri álit. Eg havi virkað sum sjómansprestur, og tey flestu vita, at ein sjómansprestur í einum havnarbýi sær og hoyrir mangt og hvat. Eg giti, at fólk halda slíkar prestar, sum ikki bara hava ferðast millum einglabørn, skilja seg betur. Sum nevnt fer Bøgesvang í februar til Gøteborg at virka hjá donsku sjómanskirkjuni, men so ætlar hann at koma aftur. - Er okkurt starv leyst í Føroyum tá, og eg ikki eri heilt gloymdur, so søki er aftur. Vit hava nevniliga fyri langari tíð síðan sag, at tað er okkara ynski at gerast gomul í Føroyum. Øll eru nakað - Hvat er tað, sum er so gott við at búgva í Føroyum? - Tað havi eg ofta hugsað um. Tað er ikki tað, at her bara búgva einglar, fólkið er ikki betri enn onnur fólk. Náttúran er vøkur, men tað er heldur ikki bara hon, sum fær meg at trívast so væl her. - Tað hevur nakað at gera við, at samfelagið er so lítið, at vit øl eru nakað, eru ikki bara eitt nummar. Her kann eingin vera anonymur, øll kunu fara út á gøtuna og møta onkrum, sum tey kenna. Í kirkjuni møta vit eisini altíð onkrum, sum vit kenna. - Hetta síggi eg sum tað mest umráðandi í kristindóminum, at øll eru nakað, og tað upplia vit her, sigur Henning Bøgesvang. Hugklovnur Sjómenn standa eisini sum limir í arbeiðarafeløgunum Óheppin løta at royna minnilutastýri Løgmaður hevur skapt sær so nógvar óvinir, at tað minnilutastýrið fer helst at vera stuttlívað.Alt veldst um, hvat teir kristiligu fáa afturfyri at stuðla honum. FØROYAR hava fingið sína fyrstu minnilutastjórn. Eftir at teir báðir miðflokkarnir hava boðað frá, at teir fara ikki í Tinganes, er greitt, at verandi samgonga sleppur at royna seg sum minnilutastýri. Hon fer at fáa sær undirtøku fyri teimum ymsu málunum sohvørt tey eru fyri í tinginum. HETTA er í sær sjálvum áhugavert, tí tað er ein avbjóðing fyri okkara politisku skipan. Men spurningurin er so, um hetta er rætta tíðin at royna eina slíka, nú tá leiðarin av samgonguni, løgmaður sjálvur, hevur brent so nógvar brýr av! Hvussu kann ein Edmund Joensen, sum hevur fingið sær so nógvar óvinir - fyrst fór Finnbogi Arge úr flokkinum, síðani fóru javnaðarmennirnir úr samgonguni, og nú fekk sjálvstýrismaðurin sekkin, fyri ikki at tala um tey mongu negativu úttalilsini frá hansara egnu og samgongumonnum - vænta sær undirtøku fyri teimum ymsu málunum - frá somu politikarum, sum hann hevur "tveitt" út í kuldan! HENDA sannroynd fær okkum at ivast stórliga í, hvussu væl vald løtan er til at royna eitt minnilutastýri fyri fyrstu ferð. Tað sigur okkum so mikið sum, at hesi samgonguni verður ikki langt lív lagað. Kann vera at hon fer at fáa stuðul frá miðflokkunum, men spurningurin er, hvussu leingi teir vilja stuðla eini samgongu, sum teir higartil at stríðst og barst ímóti síðani síðsta val! Tá teir síggja, at rætta løtan er komin, og har teir ikki fáa stuðul frá samgonguflokkunum fyri einum av sínum hjartamálum (og tey eru mong), so útloysa teir nýval. Tí vilja komandi mánaðirnir politiskt verða ein spurningur um eina ballansugongd millum kristiligu flokkarnar og samgonguna. Neyvan fara hinir andstøðuflokkarnir at rætta Edmundi eina hjálpandi hond, tá ástendur. Men so mugu teir eisini gera sær greitt, at teir fáa eitt nýval. EIN kann ikki siga annað enn, at hetta er ein sera óheppin støða, nú fíggjarlóg og aðrar týðandi lógir skulu samtykkjast. Her m.a. uppskotið til kolvetnislóg. Hinvegin er tað eisini umráðandi at fáa minni turbulent politisk viðurskifti og til tess er helst neyðugt við einum vali, har vit fáa reinsa luftina og byrja heilt av nýggjum. Soleiðis sum gongdin hevur útviklað seg bendir mangt á, at tað ikki verður sambandsflokkurin, sum kemur at mynda eitt komandi landsstýri, hvørki so ella so. Samgongan eftir valið fer møguliga at fevna um nakrar av stóru flokkunum í andstøðu og síðani ein ella tveir av smærri flokkunum ella einum størri flokki aftrat. Hetta kann tó bert valúrslitið avgera. Tá hugsað verður um stóru ósemjurnar í sambandsflokkinum kann tað henda, at flokkurin, fyri ikki at skula enda aftur úti í áralangari oyðimarkarferð, fer at finna sær nýggjan formann - fyri harvið at tryggjað sær pláss í eini komandi samgongu. Jólamóti í Miðbýnum Afturvendandi tiltakið, sum handlar og hárfríðkannarstovurnar í Miðbýnum í Havn hava tvær ferðir árliga, var í Havnar Klubba herfyri. Tað vóru handlarnir United Colors of Benetton, 29, Línbúðin, Mótaskálin, Skálabúðin, Siri og Hon og Hann, Kjallarin, Seytjan, Vogue og Wrangler Shop sum sýndu tann seinasta klædnamótan fram nú upp undir jól. Fótbúni klæddi føturnar, og Niels L. Arge vísti skreytlutir at heingja upp á seg. Tað var fyri tað mesta konufólkaklæðir, víst vórðu fram. Men heilt sørir vóru menninir kortini ikki. Handilin Hon og Hann hevði eisini nakað av mannfólkaklæðum við. Seld vórðu 180 atgongumerki, og nógv vóru, sum ætlaðu sær við, men sum ikki pláss var fyri. Kostnaðurin fyri atgongumerkini var 50 krónur. Í prísin var roknað kaffi og smákøkur og so tað showið, sum umframt sjálva mótasýningina var í steðginum. Har vístu hárstovurnar, hjá Tótu og Ásu fram hármóta. Slapp út 57 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri harðskap, ið førdi til deyða, situr ikki longur varðhaldsfongslaður. Tann skuldsetti maðurin hevur seinastu tveir mánaðirnar sitið varðhaldsfongslaður, men á rættarfundurin í gjár var av, kundi maðurin umsíðir sleppa heim til sín sjálvs. Maðurin varð tikin fyri tveimum mánaðum síðan, 7. november varð varðhaldsfongslingin longd til í gjár, men nú helt dómarin ikki, at grundarlag longur var fyri at hava mannin varðhaldsfongslaðan. Maðurin varð fonglaður nakrar dagar eftir, at vinkona hansara doyði, og politiið heldur, at konan orsakað av harðskapi. Ákærin bað um at leingja varðhaldsfongslingina fýra vikur aftrat, tí øll vitni eru ikki aavhoyrd enn, og mentalkaningin av manninum er ikki liðug. Men verjin hjá manninum, Kári Petersen, mótmælti. Hann helt tað vera ein óskikk, at varðhaldsfongsla, tá tað ikki var neyðugt, og í hesum førinum hevði politiið eisini døllað, helt hann. Hann helt tað vera løgið, at politiið enn ikki hevði fingið tosað við tey vitnini, sum búgva í býnum. Heusm tók dómarin undir við og lat mannin leysan. Trý vitni hevur politiið eftir at tosa við. Randi Jacobsen Kvinna tikin fyri at smugla Randi Jacobsen Leygardagin varð ein 28 ára gomul kvinna í Havn varðhaldsfongslað í 14 dagar. Hon arð handtikin dagin fyri, eftir at tolvaldið hevði lagt halda á nøkur hundrað gramm av hash, sum komin vóru í postinum til kvinnuna. Politiið kannar málið víðari og skal tosa við fleiri fólk, tí tað kundi hent, at onnur fólk eru uppi í. Jólatombola í Hósvík Sunnudagin kl. 16 verður jólatombola í Bygdarhúsinum í Hósvík. Tað er bygdarfelagið Varðin, sum skipar fyri. Undanfarnu ár hava tey havt jólasølu, men í ár hava tey valt at hava tombola, har fólk hava møguleikan m.a. at ogna sær føroyska dunnu, ræst kjøt og annan føroyskan mat. Annars verður drekka og køkur at fáa, og tað verður hugaligt við jólatónleiki. Onkrar jóladekroatiónir verða eisini til sølu. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Hvassur vindur av landsynningi og sum frálíður regn. Seinni hvassur vindur av útsynningi. Hitin millum 5 og 10 stig. Veðrið sunnudagin: Hvassur vindur ella skrið av suðri og regn av og á. Hitin millum 7 og 10 stig. Mánanáttina støkkur hann vesturum og tað klárar í. Hitin niður í 5 stig. Veðrið mánadagin: Hvassur vindur av vestri, seinni lækkar hann niður í útsynning og minkar vindin nakað. Turt og sólglottar og hitin um 5 stig. Um kvøldið veksur hann vindin upp í skrið av suðri og landsynningi og sum frálíður regn. Hitin veksur upp í 10 stig. Veðrið týsdagin og mikudagin: Fyrst hvassur vindur av suðri og regn. Hitin millum 7 og 10 stig. Seinni útsynningur og klárari í veðrinum, tó ælingur, mikudagin partvís sum vátakavi. Hitin fellur niður í eini 5 stig. Í gjár: Lágtrýst fara tað komandi vikuna framvið Føroyum í ein útnyrðing. Í dag: Tey geva yvirhøvur nógvan vind, nógv regn og lýtt veður. Týsdagur 9. desember 1997 Saga-stuðul til Fróðskaparsetrið Verkætlan um samfelagsligar og búskaparligar avleiðingar, sum oljuvinnan kann hava fyri fiskivinnuna Týsdagin 9. desember fer Fróðskaparsetur Føroya at skriva undir eina avtalu við norska Saga Petroleum um eina granskingarverkætlan, ið skal greina og lýsa tær búskaparligu avleiðingarnar, sum ein møgulig oljuvinna fer at hava fyri fiskivinnuna í Føroyum. Saga Petroleum fíggjar verkætlanina, sum kostar um 1/2 mió. kr. Fróðskarsetur Føroya stendur fyri verkætlanini og tekur sær av øllum tí umsitingaliga í hesum sambandi, meðan Jens Helgi Toftum fiskivinnukandidatur svarar fyri tí fakliga innihaldinum í verkætlanini. Ein møgulig oljuvinna á føroysku landleiðini fer at hava stóra ávirkan á føroyska fiskivinnu og samfelag. Men samstundis er greitt, at sama hvør gongdin verður í komandi árum, so verður fiskivinna og tað virksemið, ið av henni stendst, støðið undir búskapinum. Tí er av alstórum týdningi, at tær lógir og reglur, sum stýra samvirkanini millum fiskiskapin og eina framtíðar oljuvinnu verða skipaðar á ein hátt, sum bæði tekur fyrilit fyri fiskivinnuni og oljuvinnuni og sum í longdini er báðum vinnum at gagni. Í nevndu verkætlan er fremsta endamál, at lýsa búskaparligar avleiðingar, ið standast av at oljuvinnan leggur hald á fiskileiðir. Støðið er, at oljuvirksemi og fiskiskapur á somu havleiðum kann føra til stríð millum ymisk áhugamál. Tað kann bera við sær inntøkumiss og skerdar virkismøguleikar fyri fiskivinnuna. Royndirnar vísa, at nógvir av hesum trupulleikum kunnu fyribyrgjast um tær neyðugu fyrireikingarnar og kanningarnar eru gjørdar frammanundan. Til ber at skipa so fyri, at negativa árinið á fiskiskapin verður sum minst. At oljuvinnan leggur hald á fiskileiðir er tað sjónligasta og mest beinleiðis árinið. Men verður oljuvirksemið munandi økt - kanska í skjótari lagi - fær tað eisini langtíðaravleiðingar fyri samfelagslívið og føroyska búskapin sum heild. Fyri fiskivinnuna kann hetta føra við sær broytingar í bygnaði og skipan. Ein spurningur, sum verður tikin upp í hesi verkætlan, er kappingin millum fiskivinnu og oljuvinnu um arbeiðsmegi. Hugt verður at fiskivinuni sum arbeiðsplássi, umframt teimum viðurskiftum, ið ávirka tilgongdina til vinnuna. Havandi í huga trupulleikarnar, fiskivinnan hevur drigist við seinnu árini, er ikki óhugsandi, at ein avleiðing av eini møguligari oljuvinnu kann gerast, at fólk í stórum tali leitar sær í oljuvinnuna, og at tilgongdin til fiskivinnuna versnar. Hetta nýtist ikki at vera tí at oljuvinnan veitir serliga góðar treytir og sømdir, men heldur tí at kappingarstøðan hjá fiskivinnuni er so vánalig. Fyri at tryggja eitt so breitt fakligt grundarlag sum gjørligt, er settur ein stýringsbólkur at fylgja við arbeiðinum. Í honum sita Anthon Kjelaas, Saga Petroleum, formaður, Hjalti í Jákupsstovu, Fiskirannsóknarstovan, Óli Jacobsen, Fiskimannafelagið, Jákup Sólstein, Reiðarafelagið og Karin Toftegaard, Oljumáladeildin í Vinnumálastýrinum. At veita fakliga vegleiðing er avtala gjørd við eitt norskt ráðgevingarfelag, sum hevur gjørt fleiri tílíkar kanningar í Noregi. Avtalan við Saga Petroleum verður undirskrivað á Hotel Hafnia týsdagin 9. desember kl. 13.30. Verður verkfall sleppa skipini at avreiða uttanlands ótálmað John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av, at verður verkfall, verður lógin sett til viks um, at skipini bara kunnu avreiða 25% uttanlands ­ Verður verkfall, verður tað rís til egnu reyv. ­ Tí arbeiðarafeløgini fara onki at fáa burturúr. ­ Og fiskimenn fara ikki at missa eitt reytt oyra. Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum heldur, at hóttaninar frá arbeiðarafeløgunum um at fara í verkfall, fáa fiskimenn serligan skattalætta, eru tað bera >>bluff<<. ­ Tí tað verður rís til egnu reyv, og onki annað, sigur hann. Hann sigur, at verður tað verkfall, fer onki at henda, uttan tað, at alt arbeiði á landi verður lagt lamið. ­ Men hvør stertur, føroysku skipini fáa, verður avreiddur uttanlands. Skal ikki telja uppí Annars samtykti tingið herfyri, at skipini í mesta lagi kundu avreiða 25% uttanlands. Og nettupp hetta kundi verðið ein trumfur hjá arbeiðarafeløgunum, fara tey í verkfall uppá skattalættan til fiskimenn. Tí kunnu skipini ikki avreiða í Føroyum, og eru avreiðingarnar uttanlands avmarkaðar, hevði tað blivið verkfallinum ein stór styrki. Men tað, Óli Jacobsen avdúkar í Sosialinum í dag, tekur í hvussu so er henda trumfin frá arbeiðarafeløgunum. Tí formaðurin í Fiskimannafelagnum upplýsir nevniliga, at John Petersen og hann hava avtalað, at verður arbeiðið á landi lagt lamið við einum ólógligum verkfalli, verður lógin um 25% avmarkingina sett til viks, og skipini skulu sleppa at landa uttanlands púra ótarnað, uttan at missa fiskidagar. ­ John Petersen hevur váttað fyri mær, at ein fiskur, sum verður avreiddur uttanlands, takkað verið einum ólógligum verkfalli, skal ikki telja uppí tey 25%, sum skip í mesta lagi kunnu kunnu avreiða uttanlands, uttan at missa fiskidagar afturfyri, sigur Óli Jacobsen ­ Tað vil aftur siga, at tað einasta, arbeiðarafeløgini fáa burturúr einum verkfalli, er, at tey missa alt arbeiði á landi, meðan verkfallið er. ­ Og táið verkfallið er liðugt, kunnu skipini framvegis avreiða 25% uttanlands, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum. Óli Jacobsen sigur, at tí er hann púra sannførdur um, at arbeiðarafeløgini fáa onki burturúr at fara í verkfall uppá hetta málið. ­ Heldur enn at arbeiða so destruktivt, sum tey gera í hesum føri, og fara í verkfall uppá eitt mál, tey onki hava við at gera, áttu arbeiðarafeløgini roynt at bøtt um korini hjá sínum egnu limum heldur Óli Jacobsen. Fáið tykkum arbeiði uttanlands Vit hava ikki brúk fyri fólki í hesum landinum, sum bara eru útreiðsla, tí studningurin , tey fáa, er størri enn virðini, sum skapt verða av teirra arbeiði Heldur enn at ganga heima og arbeiða fyri studning, er betri, at fólk fara uttanlands at finna sær arbeiði eina tíð, sigur Bjørn á Heygum, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Bjørn á Heygum segði undir fyrstu viðgerð av uppskotinum um minstavinning til útróðrarmenn, at menn, sum ikki kundu liva av útróðri uttan studning, máttu finna sær annað arbeiði. Men nú er tað soleiðis, at hetta >>annað arbeiði<< finst ikki bara soleiðis undir hvørjum steini. Til tað sigur Bjørn á Heygum, at føroyingar altíð hava verið fleksibul arbeiðsmegi. Teir hava fyrr, tá á hevur staðið, dugað sær at farið bæði til Ísland og Grønlands at vinna sær sína úrtøku. Og nógvir føroyingar hava eisini siglt við norðmonnum. Bjørn á Heygum er fyri uppskotinum hjá John Petersen, landsstýrismanni um minstavinnig til útróðrarmenn. Bjørn á Heygum sigur, at sum skipanin er í dag, er hon heilt óhaldbar og ómoralsk. Tað hongur ikki saman, at bæði veiðinøgd og studningur vaksa í senn. Tað skuldi verið soleiðis, at studningurin datt burtur, tá veiðan øktist. Men vit hava sæð júst tað øvugta, sigur Bjørn á Heygum. Hann sigur, at tað er innbygt í skipanina, at hon leggur upp til misbrúk. >>Tað er alt ov lætt at sleppa í almenna kassan,<< sigur Bjørn á Heygum. Bjørn á Heygum sigur, at verandi skipan gevur nógvar møguleikar fyri at snýta. Tað er rættiliga lætt at skaffa sær tær nøgdir, sum krevjast, fyri at koma undir skipanina. >>Hetta er ein sjúk og avskeplað skipan,<< sigur hann. Ætlanin við nýggja uppskotinum er at koma teimum sonevndu frítíðarfiskarunum, sum troyta skipanina, til lívs. Vit skulu hava eina skipan til teirra, sum veruliga hava útróður sum inntøku og ikki ítriv. >>Tann, sum ikki tekur undir við hesum uppskotinum, bítur høvdið av allari skomm,<< sigur Bjørn á Heygum. Bjørn á Heygum heldur ikki, at tað er nakar vinningur í at hava ein útróðrarflota, sum fær meira í almennum studningi, enn hann skapar av virðum í landinum. Og tað er har, vit eru í dag. >>Vit hava ikki brúk fyri fólki í Føroyum, sum bara eru útreiðsla og negativ saldo á roknskapinum. So er nógv betri, at vit lata menninar fara aðrastaðni at vinna sær úrtøku,<< sigur hann. Kortini heldur Bjørn á Heygum ikki, at vit bara knívskorið skulu blaka alt, sum eitur studningur, út. Tað eru fyritøkur, sum vit kunnu seta í gongd við studningi og so bíða eina tíð og síggja, hvussu gongur. Hetta er júst tað, sum Framtaksgrunnurin gjørdi. Og har var millum aðrar Bjørn á Heygum ein teirra, sum vildi síggja skjót úrslit. Hann heldur kortini ikki, at politikkararnir hava verið ov bráir har. Men hvussu stórt skotbrá ein slík fyritøka, sum sett verður í gongd við studningi, skal fáa, ber ikki til at gera nakra tabell fyri, heldur Bjørn á Heygum. Eisini er tað ein spurningur um at finna fyritøkur, sum kunnu kappast, og ikki slíkar monopolfyritøkur sum Fiskavirking, at seta almennar studningspengar í, heldur hann. Bjørn á Heygum er heldur ikki samdur við Ingeborg Winther, tá hon vil hava val nú beinanvegin. >>Eg havi altíð havt ta áskoðan, at vit skulu umganga val í úrtíð. So vit eiga at royna at hóra undan eisini nú og fáa avgreitt tey stórmál, sum nú liggja og bíða eftir okkum,<< sigur Bjørn á Heygum, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Leikhúsini Jól byrja í morgin Søgan um Lítla Gutta er komin við aftur í Leikhús Jól, sum 26 børn nú fara at framføra í Sjónleikarhúsinum í Havn Í ár eru 10 ár liðin, síðan Havnar Sjónleiakrfelag á fysta sinni framførdi Leikhús Jól. Hesin fasti jólasiður verður ikki niðurlagdur í bræði, tí børnini flokkast um at sleppa at spæla við, og ikki plagar at stanmda á at fáa áskoðarar. Í ár eru tað Hjørdis Johansen og Katarina Nolsøe, sum stjórna. Hjørdis var eisini við í fyrstu Leikhús Jólum fyri 10 árum síðan. Tað eru tveir leikir í Leikhús Jólum í ár. Annar er ein nissuleikur, sum tey nevna Gívurin og jólini, og hin eitur Lítli Gutti. Lítli Gutti hevur áður verið við í Leihús Jólum og er sloppin við aftur nú, men søgan er ikki heilt tann sama sum í upprunaligu søguni um jólaeingilin og Lílta Gutta. Umstøðurnar at venja Leikhús Jól hava ikki verið tær bestu, tí pallurin í Sjónleikarhúsinum hevur verið upptikin líka til nú av leikinum Ísblomstrið. Tey hava tí verið noydd at venja í øðrum hølum. - Men tað hevur gingið ótrúliga væl, siga Hjørdis og Katarina. Tað krevur ikki sørt av hegni at fyriskipa einum slíkum tiltaki, tí 26 børn eru við, og tey yngstu eru fimm ár. Elstu leikararnir eru 21 ár. Hjørdis og Katarina lata væl at flokkinum, so væl tey hava møtt, og so góðan hug tey hava at spæla. Tey hava verið ótrúliga tolin. Tær báðar valdu, at tær skuldu ikki sjálvar skriva handritini. Tær byrjaði við dramavenjingum, og út frá hesum formaðu børnini sjálv leikirnar. Hugskotini koma frá tí, sum børnini sjalv gjørdu spontant undir venjingunum. Upp á tann mátan blivu leikirnir til av sær sjálvum, og børnini uppliva tað, sum hava tey sjálv gjørt leikirnar. Tað økir um hug teirra at vera við. Fitt við tey smáu Ikki er vanligt at hava so smá børn at spæla saman við teimum so eldru, tí tey smáu fata ikki tað sama sum tey størru. Men tað hevur gingið ómetaliga væl, og tey stóru hava verið einastandandi fitt við tey smáu, sum spæla nissupinkur og einglapinkur. Tær hava lagt tað soleiðis til rættis, at berst teimum smáu frá onkran dag, er tað eingin ólukka. Tey heilt smáu skulu siga siga nakað, men afturfyri hava tey úr at gera, tí tey somum spæla bæði einglar og nissur, skulu skifta, og tey noyðast at tuska aftur og fram. Tey størru hava skyldu til at møta til hvørja vending og sýning. Umframt teir 26 leikararnar, kemur Jógvan Telling eisini við sínum barnakóri frá Tórshavnar Muikkskúla. Tey børnii eru 15-20 í tali. Leikhús Jól er ein familjusýning,og tað merkir, at eisini heilt smá børn fáa nakað burtúr at síggja leikin. Stórur dentur er lagdur á, at gera søgurnar einfaldar. Tað verður ikki sagt so nógv, har er meira við rørslum. Og nógvir sangir. Leikirnir er eisini einfaldir á tann hátt, at lítið og einki er gjørt burtur úr pallinum, sum Annika á Lað hevur fyriskipað.Flestu klæðini, sum børnini eru í, eru úr húsinum, men okkurt hevur Hjørdis tó seymað. Haraftrat hava tær valt at halda leikinum undir einum tíma, tí longur orka smá børn ikki at sita. Upp á henda máta eru Leikhús Jól eisini væl egnað at vitja hjá fólki, sum kunnu enda túrin í býnum saman við børnunum í Sjónleikarhúsinum. Flestu sangirnir í leikinum eru jólasangir, sum børnini kenna. Leikhús Jól verða fyrstu ferð framførd mikudagin kl. 18, og framførslur verða síðan gerandisdagar kl. 18 og sunnudagar kl. 16, hvønn dag fram til 21. desember - um fólk halda fram so leingi við at koma til sýningarnar. Men tað verður neyvan nøkur neyð, tí Leikhús Jól plaga at verða væl vitjað. Atgongumerki fáast í Kunningarstovuni og í Sjónleikarhúsinum ein tíma undan hvørji sýning. Atgongumerki kunnu ikki leggjast av. Atgongumerkið kostar 30 krónur fyri bæði stór og smá. Stórur áhugi Sjónleikarhúsið lýsir ongantíð eftir børnum at spæla við í Leikhus Jólum, tí so hevði verið heilt galið. Áhugin er frammanundan so stórur, at øll ikki sleppa við. Tær hava roynt at velja út sum frægast, so nøkur roynd eru við, men samstundis eru Leikhús Jól fyrsta høvi hjá fleiri børnum at royna seg á pallinum. Ókeypis smálýsingar fimm ferð um vikuna Fyri at veita lesarum og lýsarum eina enn betur tænastu, fór Sosialurin fyri nøkrum árum síðani undir at prenta ókeypis smálýsingar í Lýsingartorginum. Ókeypis eru tó bert privatu lýsingarnar, sum í mesta lagi telja 40 orð, har bert ein lutur verður lýstur til sølu, og har upplýsta søluvirðið ikki er hægri enn 20.000 krónur. Lýsarin velur sjálvur, hvørjum teigi lýsingin skal undir og hvussu ofta lýsingin skal í blaðið. Lýsingar, sum eru blaðnum í hendi klokkan 800 dagin fyri útkomudagin, sleppa við í blaðið. Sum nakað heilt nýtt, hevur Sosialurin eisini lagt Lýsingartorgið út á Internetið, og er tað at síggja í Internet Sosialinum saman við Húsamarknaði og Bilamarknaði, sum enn bert er í Internet Sosialinum. Í blaðnum í dag hava vit gjørt eitt undantak: Lýsingartorgið er ikki við í blaðnum í dag vegna plásstrot. Men tað verður aftur í blaðnum í morgin - og eins og fyrr - fimm ferðir um vikuna. Annar teigur, sum Sosialurin hevur havt í nøkur ár kallast Nøvn Nú. Her ber til hjá lesarum at senda heilsanir til persónar saman við mynd. Kostnaðurin fyri slíka heilsan er 20 krónur. Petur Skeel metir um veðrið At siga fólki um veðrið, hava vit á Sosialinum hildið verið av stórum týdningi. Tí fingu vit í fjør okkara egna veðurmann, Petur Skeel Jacobsen, sum í nøkur ár starvaðist sum veðurmaður - fyrst á flogvøllinum síðani á Vaktar- og Bjargingartænastuni. Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður á Sosialinum Petur Skeel Jacobsen er hvønn dag til arbeðis á Sosialinum, har hann skrivar veðurforsøgnir og metir um veðrið út frá veðurkortum og veðurforsagnum, sum vit fáa frá Danmarks Meteologisk Institut (DMI).. Saman við veðurforsagnunum hava vit eisini hitalagið úr ymsum býum kring um í heiminum. Tilfarið fáa vit eisini frá DMI, og hava vit valt út býirnar - sum vit hava mett hava serligan áhuga fyri føroyingar. Lesarin sær, at vit hava fleiri býir norðanfyri, enn bløð vanliga hava. Hetta er serliga ætlað teimum, ið vilja vita um veðurlagið, har fiskimenn okkara stríðast á havinum. Umframt hetta hava vit eisini hvønn dag talvur, sum siga frá um hitalagið - mált í Havn og um avfallið. Talvurnar vísa hitalag og avfall fyri hvønn dag, eins og borið verður saman við miðal avfall og hitalag mánað fyri mánað. Vístur verður eisini lægst og hægst málda hitalag. Seinastu fleiri enn fimtan árini hevur Sosialurin á baksíðuni prentað vestfalskyrrindi. Hevur teknað í Sosialinum í 10 ár Seinastu tíggju árini hevur skemtiteknarin, Óli Petersen teknað á baksíðuni á Sosialinum. Á sín serliga hátt viðgerð hann dagsins viðurskifti í tekningunum, sum á hvørjum ári eisini verða givnar út í bók. Tann níggjunda í røðini kemur í vikuni, og ber tað til at keypa tær gomlu bøkurnar frá Sosialinum, eins og tað eisini ber til at keypa ávísar tekningar. Óli Petersen er føddur í Klaksvík 24. januar 1936. Í nógv ár arbeiddi hann á teknistovuni á Skála Skipasmiðju, men í dag fæst hann burturav við at gera tekningar til bøkur og bløð. Óli man vera best kendur fyri mongu tekningar sínar í Rukkulakkanum, sum hann var við til at geva út í næstan eina fjórðingsøld. Teir gera Sosialin heimsumfatandi Tað er Kunningartænastan í Havn, sum hevur gjørt tað gjørligt hjá Sosilinum at gerast heimsumfatandi. Tað eru teir báðir, Jens Pauli Rasmussen og Poul L. Christiansen, sum hava fingist við at gera skipanina, ið Sosialurin nýtir til endamálið. Tí ber tað nú til hjá fólki um allan heim at lesa Sosialin á Internetinum hvønn seinnapart, tá blaðið verður dagført. Endamálið hjá Sosilinum er at leggja alt tilfarið, sum er í blaðnum út á Internetið. Á tann hátt ber til skjótari at koma út til lesaran - og ikki at gloyma fáa lesarar okkara í útlondum tíðindini eins skjótt, sum lesarin í Føroyum. Tískil er internetútgávan av Sosialinum rættuliga óhugaverd hjá føroyingum í útlondum. Men Internet Sosialurin er annað enn nýggj tíðindi. Alt tilfarið, sum lagt verður á Internetið, verður lagt í ein dátabása, og har verður tað liggjandi. Tí ber til at leita í gomlum tilfari. Kunningartænastan hevur ment eina leitiskipan, har til ber at leita upp á okkurt orð í greinum í blaðnum. Skrivar tú t. d. >>løgmaður<<, so fært tú fram allar greinarnar, har orðið >>løgmaður<< er nevnt. Tað ber eisini til at leita upp á fleiri orð, eitt nú >>løgmaður<< og >>Poul Nyrup Rasmussen<<, og tá fært tú fram allar greinar, har bæði hesi orð eru nevnd. Tann 1. januar fer tað at kosta at lesa Internet Sosialin, og verður haldaragjaldið tað sama, sum at halda vanliga Sosialin í Føroyum, 240 krónur. Tey sum frammanundan halda Sosialin, fáa Internet Sosialin fyri hálvan prís, 120 krónur. Meira er at lesa um Internet Sosialin í faldaranum, sum verður borðin út saman við hesum blað. Vit hava nógv at læra av dønum Sigur Edvard Joensen, sum heldur, at føroyska pressan ikki sleppur at virka so frítt, sum hon átti í einum demokratiskum samfelag Edvard Joensen er ein av teimum umleið 10 føroyingunum, sum í løtuni ganga á Danmarks Journalisthøjskole. Ein partur av útbúgvingini til journalist er at starvast í einum fjølmiðli í 1 1/2 ár. Sosialurin er eitt av hesum útbúgvingarstovnum. Edvard Joensen hevur verið í praktikk á Sosialinum síðani 1. august í ár, og 1. februar fer hann í Sjónvarpið, har hann skal starvast í eitt ár, áðrenn hann aftur fer undir seinasta árið á skúlanum. Edvard Joensen var 39 ár tá hann fór á journalistskúlan. - Eg trongdi til luftforandring, og valdi tí at fara undir aðra útbúgving, sigur Edvard Joensen, sum starvaðist sum tollari, áðrenn hann fór aftur í skúla. - Á skúlanum eru fleiri í mínum aldri, og eg eri ikki elstur, sigur Edvard Joensen, sum heldur, at føroyska pressan er alt ov hevt, og at hon ikki sleppur at virka so demokratiskt, sum hon átti. - Eg haldi tað líkist ongum, at politikarar o. o. skulu havast at eitt nú Sosialinum, tá hann viðgerð mál uttan at vera heftur politiskt. Sami er, tá løgmaður sigur sjónvarpsfólkunum, hvussu tey skulu arbeiða. Føroyingar mugu læra seg, at bløðini ikki longur eru missiónsbløð fyri ávísar politiskar hugsanir, og her hava vit nógv at læra av dønum, heldur hann Um tilfar í Sosialinum Teldusíða Í mikudagsblaðnum hevur Sosialurin fastan tátt, nevndur Teldusíðan. Á teldusíðunum verður viðgjørt slíkt, ið hevur við teldur og við kunningartøkni at gera. Sosialurin heldur tað vera av týdningin at kunna lesaran um stóru og skjótu menningina, sum er á hesum øki - og ikki minst nú, tá Internetið við nógvar ferð breiðir seg til um stutta tíð at vera atkomiligt í hvørjum heimi - eisini í Føroyum, og ivast vit ikki í, at føroyingar fara at fáa nógva gleði og nyttu av hesum nýggja miðli. Les um filmar í Sosialinum Sum einasta blað í Føroyum hevur Sosialurin frásøgn um nýggjar filmar, sum verða vístir í Havnar Bio. Umframt at biografurin hvønn dag lýsir í Sosialinum um hvørjir filmar ganga, og nær, ber til hvønn fríggjadag at lesa umtalu av filmum í blaðnum. Henda umtala er eisini at finna í Internet Sosialinum fríggjadag. Les um hvat fyriferst í býnum Hvønn hósdag ber til at lesa í Sosialinum, hvørji tiltøk eru úti um landið. Skulu tit í dans, út at eta ella okkurt annað, so eru hesar lýsingar at síggja í blaðnum. Ætlanin við hesum er savna allar upplýsingar sum eru um tiltøk kring landið. Ferðsla, bilar og bilasøga Í hósdagsblaðnum er vanliga eisini teigurin nevndur >>út at koyra<<. Her roynir Sosialurin at kunna lesaran um ymisk viðurskifti, ið hava við ferðslutrygd at gera. Somuleiðis verða greitt frá um nýggjar bilar, um serligar hendingar, sum hava okkurt við bilar, onnur akfør ella ferðslu at gera. Somuleiðis verður eisini trivið í føroysku bilasøguna, og verður hetta gjørt í tøttum samstarvið við felagið Føroya Ellisakfør. Viðmerking um uttanlandsviðurskifti Uttanlandstilfari er ikki tað, sum hevur verið mest viðgjørt í føroysku bløðunum - serliga lítið hevur verið gjørt við at fáa viðmerkingar til tað, sum fyriferst í heiminum. Fyri at bøta um hesi viðurskifti, hevur Sosialurin fingið Hans Holm, geografilærara á Føroya Læraraskúla annan hvønn mikudag at gera viðmerkingar til aktuell mál. Eisini fer Sonja Jógvansdóttir at skriva um uttanlandsviðurskifti. 2'arin - mentanartilfar hvønn leygardag At hýsa mentanartilfari o. ø. hevur Sosialurin hvønn leygardag innleggið, sum vit nevna 2'arin. Í hesum innleggi skriva bæði blaðfólk á Sosialinum og fólk uttan fyri blaðhúsið á Argjum. Í 2'aranum verður eisini teigarnir >>Føðingar<< og >>Andlát<<, og verður alt hetta tilfarið eisini lagt út á Internetið, har til ber at leita í gomlum tilfari eisini. Sjónvarps- og útvarpslesnaður Hvønn fríggjadag prenta vit einn innlegg upp á átta síður, sum bara hýsir tí, ið er at síggja í sjónvarpi og at hoyra í útvarpinum. Allar sjónvarpsskráirnar - t. v. s. tann hjá SvF og Rás Tórshavn, verður prentaðar saman við frágreiðing um sendingarnar. Eyðun Klakkstein Fótbóltsútisetarnir taka sær av løttum Fótbóltur: Vetrarsteðgur er í donsku fótbóltskappingini, men spælararnir í Superliguni fáa ikki heilt frí Danska fótbóltskappingin liggur still í løtuni, og rættilig gongd kemur ikki á aftur fyrr enn í mars mánaði. Føroysku spælararnir í hægru donsku deildunum taka sær av løttum í løtuni. Jákup Mikkelsen, sum verjir mál hjá superligaliðnum hjá Herfølge, hevur havt fri í tvær vikur, men nú er spælarnir farnir undir venjing aftur. Talan er bara um venjing tvær ferðir og tað verður gjørt innandura. Jákup og teir venja styrkisvenjing, renna, og fyrst í januar mánaði fara teir aftur út at venja. Um veturin gera donsku feløgini vanliga ferðir suður í hitan at venja, og tað fer Herfølge eisini at gera í januar. Tvær ferðir eru uppá tal, ein suður í Europa og ein eystur til Thailands. - Tað er gott at sleppa at venja á grasið longu í januar mánaði, og tí eru ferðirnar suðureftir kærkomnar, sigur Jákup Mikkelsen. Tá vant verður í Danmark um veturin, verður vant á grúsvallum, og tað er ikki at líkna saman við grasvallirnir. Jákup Mikkelsen hevur áður fingið skaða í mjødnina av hørðu grúsvallunum. Jákup Mikkelsen vann plássið á besta liðnum hjá Herfølge aftur frá kappingarneytanum Kai Larsen undan vetrarsteðginum, og málið hjá klaksvíkingunum í Herfølge er at halda plássið, tá farið verður undir seinnu hálvu av donsku kappingini. - Tað gekk væl undan vetrarsteðginum, og nú seti eg nøsina uppeftir at hava plássið í seinnu hálvu av kappingini eisini, sigur Jákup Mikkelsen. Jan Allan hevur frí Í Esbjerg hava Jan Allan Müller og hinir spælararnir frí í løtuni. Teir fara undir fyrireikingina til seinnu hálvu, tá ein vika er farin av januar mánaði. Í Esbjerg hava teir fingið nýggjan venjara, og leiðslan í felagnum stílar høgt við kenda og virda venjaranum, Viggo Jensen, við róðri. Viggo Jensen hevur áður vant Superligalið, og áðrenn hann kom til Esbjerg, vandi hann Århus Fremad. - Vit hava heilsað uppá nýggja venjaran, og fyrsta inntrykkið, vit hava fingið av honum, er positivt, sigur Jan Allan Müller. Esbjerg hevði ein misjavna fyrru hálvu, og eftir vetrarsteðgin vóna teir at fáa meiri støðug úrslt, og harvið togað seg longur upp eftir stigatalvuni. Málið hjá Esbjerg í longdini, er at koma í Superliguna. Helga uttan venjara Helga Ellingsgaard og Rødovre hava eisini frí í løtuni, og liðið hjá Helgu hevur ongan venjara, tí John Froman, sum hevur staðið á odda fyri liðnum seinasta hálva annað árið, er eftir egnum ynski givin sum venjari í felagnum. Rødovre legði væl fyri í landskappingini, men eftir fýra sigrar á rað, kom stígur í, og restina av fyrru hálvu gekk milt sagt illa. Nú skal liðið koma fyri seg aftur, og tað skal tað gera uttan John Froman. Todi Jónsson er í holt við uppvenjingina eftir lærskaðan, sum hann fekk fyrr í heyst. Hann venur dagliga, og gongst sum ætla, kann hann fara undir vanligu venjingina saman við liðfeløgunum, tá teir byrja aftur eftir ársskiftið. GÍ vann botndystin Hondbóltur: Og Kyndil tók seg tvey stig fram um StÍF Tveir dystir í kvinnudeildini vóru hetta vikuskiftið, og teir høvdu við sær, at GÍ tvífaldaði sítt stigatal, og at Kyndil legði seg tvey stig fram um næsta liðið í oddinum. GÍ og Stjørnan, sum saman við VB liggja í botninum í 1. deild hjá kvinnum, spældu á Kambsdali leygardagin. Tá hesi somu lið spældu í Klaksvík fyrr í ár, vann Stjørnan við tveimum málum. Hesaferð var tað GÍ, sum vann, og tað gjørdu tær við fýra málum. Gøtukvinnur komu væl frá byrjan, og tær løgdu seg beinanvegin fram um liðið úr Klaksvík. Stjørnan nærkaðist onkuntíð GÍ, men tær fingu ikki heimaliðið aftur. Í hálvleikinum vóru tvey mál á muni, og hesa leiðslu helt GÍ fast um í seinna hálvleiki. Sigurin hjá GÍ gjørdi, at tær tóku seg tvey stig fram um VB og Stjørnuna, sum hava spælt ein dyst færri enn GÍ. Hesin dysturin, sum liðini mangla at spæla, er júst ímóti hvørjum øðrum, so onkur, kanska bæði, fær stig burtur úr tí dystinum. Í dystinum leygardagin var Linda Toftegaard toppskjútti hjá GÍ, hon gjørdi sjey mál, Beinta Joensen gjørdi seks mál og Kristine Ellingsgaard fimm. Hjá Stjørnuni gjørdi Simona Olsen heili 11 av teimum 22 málunum. Í Vági var dystur millum odd og botn. VB tók ímóti Kyndil, og eftir ein javnan og spennandi dyst vóru tað gestirnir norðan úr Havn, sum fóru við báðum sigrinum. Úrslitið var 18-16, eftir 9-7 í hálvleikinum. Lotte Sørensen gjørdi seks mál fyri Kyndil, meðan Ann Hansen, Rakul N. Joensen og Beinta Sørensen gjørdu trý mál hvør. Christina Holm gjørdi seks mál fyri VB Hondbóltshagtøl Fótbóltur: Úrslitini frá vikuskiftinum og støðan eftir dystirnar 1. deild menn 7. umfar, 6. desember VÍF-StÍF 35-30 (15-16) KÍF-Kyndil 21-29 (10-10) Støðan 1. VÍF75-0-2212-15010 2. Kyndil75-0-2182-17010 3. H7174-1-2182-1759 4. StÍF73-1-3190-1857 5. Neistin71-2-4 161-1904 6. KÍF71-0-6154-1802 Næstu dystirnir 13/12 StÍF-Neistin 13/12 VÍF-KÍF 14/12 H71-Kyndil 1. deild kvinnur 7. umfar, 6. og 7. desember GÍ-Stjørnan 26-22 (16-14) VB-Kyndil 16-18 (7-9) Støðan 1. Kyndil87-0-1205-16014 2. StÍF76-0-1161-13312 3. Neistin75-0-2153-12310 4. GÍ82-0-6169-2074 5. Stjørnan71-0-6141-1692 6. VB71-0-6128-1642 Næstu dystirnir 13/12 Stjørnan-VB 13/12 Neistin-GÍ 14/12 StÍF-VB Eyðun Klakkstein Soleiðis sær styrkismetingin út Fótbóltur: Tey 49 europeisku londini eru mett í fimm styrkisbólkar Styrkismetingin til EM 2000 1. bólkur Týskland, Spania, Rumenia, Rusland, England, Jugoslavia, Skotland, Italia og Noreg. 2. bólkur Bulgaria, Danmark, Kroatia, Portugal, Eysturríki, Frakland, Kekkia, Turkaland og Grikkaland 3. bólkur Írland, Sveits, Svøríki, Ukraina, Litauia, Slovakia, Finland, Ísrael og Georgia 4. bólkur Pólland, Ungarn, Norðurírland, Bosnia, Letland, Makedonia, Kypros, Wales og Ísland. 5. bólkur Hvítarusland, Slovenia, Armenia, FØROYAR, Albania, Luxembourg, Moldova, Aserbajdjan, Estland, Malta, Liechtenstein, San Marino og Andorra. Styrkismetingin til EM í ár 2000 gjørd Fótbóltur: Tað er ikki vist, at Føroyar fáa nakra aðra smátjóð í sama bólk í næstu EM-undankapping Í vikuskiftinum almannagjørdi UEFA ein styrkislista, sum teir fara at halda seg til, tá lutakastið til undankappingina til EM í ár 2000 verður í Gent 18. januar. Tey 49 londini, sum hava meldað til kappingina, eru býtt í fimm styrkisbólkar, og sum vera man eru Føroyar í veikasta bólkinum saman við 12 øðrum londum. Tá lutakastið verður fyrst í komandi ári, verða tey 49 londini býtt í 9 bólkar. Í fimm bólkum verða fimm lond og í fýra bólkum seks lond. Føroyingar hava mett tað verið eina góða ítróttarliga avbjóðing, at fáa aðra smátjóð í okkara bólk, og seinastu tvær undankappingarnr hava vit sett avíkavist San Marino og Malta uppá pláss. Hetta hevur ávirkan á bæði áhugan fyri fótbóltslandsliðnum og okkara støðu á styrkislistanum hjá FIFA, og tí er tað ynskilit, at okkurt av hinum londunum í veikasta styrkisbólki koma í okkara bólk. Men hetta kann eingin tryggja føroyingum undan lutakastinum. Enn hevur Fótbóltssambandið ikki fingið at vita hvussu lutakastið fer fram, men tað er rættiliga sannlíkt, at tað skal eitt sindur av hepni til, skulu vit enda í einum bólki, har seks lond eru. Undankappingin er skipað soleiðis, at allir teir 9 bólkavinnararnir sleppa víðari til endaspælið. Harafturat sleppur besti tveyarin við, og so vinnararnir av kvalifikatiónsdystum millum hinar 2'arnar. Belgia og Holland, sum eru vertsjóðir fyri kappingini í ár 2000, eru tryggjað pláss í endaspælinum. Farið verður undir undankappingina næsta heyst. Ingi Olsen og VÍF til at kenna aftur Hondbóltur: Serliga eftir at Jónleif Sólsker fekk reytt kort, hevði VÍF tamarhald á toppdystinum móti StÍF VÍF fór aftur av vølli sum vinnari og Ingi Olsen sum toppskjútti. Í so máta vóru bæði spælandi venjarin hjá VÍF og liðið hjá honum til at kenna aftur, og tað var eisini í tøkum tími, hildu vestmenningar, sum eru vanir við, at teirra lið er við í stríðnum um meistaraheitið. Eftir tveir ósigrar á rað, var fjáltur um at koma á viðhaldsfólki hjá VÍF, og leygardagin segði Ingi Olsen við Ítróttarosialin, at tað hevði stóran týdning fyri liðið, at teir vunnu dystin móti StÍF. Og tað eydnaðist eisini, eftir at stórur partur av dystinum hevði gingið javnt á, og StÍF hevði verið á odda í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki gekk betur hjá heimaliðnum, og hóast munurin ongantíð gjørdist tað stórur, hevði VÍF tamarhald á. Uppgávan hjá vestmenningum gjørdist nakað lættari, tá spælandi venjarin hjá StÍF, Jónleif Sólsker, fekk reytt kort 8 minuttir inn í seinna hálvleiki. Hetta fekk hann, tí hann var í so harðligur við Áka Olsen, og hóast áskoðararnir av Strondum hildu talan vera um harðan dóm, var eingin vegur aftur. Jónleif hevði havt gott tak á Inga Olsen, og eftir at StÍF-arin noyddist út, kom rættiliga gongd í hjá Inga, sum seinasta partin av dystinum gjørdi eitt mál fyri og annað eftir. 12 mál gjørdist tað tilsamans og saman við teimum 11 hjá bróðrinum Áka, vóru hesi mál grundarlagið undir sigrinum. Hjá StÍF var John Petersen aftur við á liðnum. Hetta var fyrsti dysturin hjá honum í hesum kappingarárinum, og tað sást, at frálíki spælarin ikki er toppformi. Men heldur John Petersen fram, og kemur í betri venjing, verður hann góður styrkur hjá einum StÍF-liðið, sum er væl fyri. Hesaferð var Arthur Johansen toppskjútti hjá StÍF, hann gjørdi 10 mál, og Alexander Johansen og John Petersen fýra í part. Kyndil helt fast Mikukvøldið snávaði H71 móti Neistanum, StÍF tapti fyri VÍF leygardagin, og tí eru tað nú VÍF og Kyndil, sum hava lagt seg á odda í kappingini. Kyndil spældi leygardagin í høllini á Skála, og har vunnu teir tryggan sigur móti aftasta liðnum í deildini, KÍF. Í hálvleikinum stóð á jøvnum 10-10, men í seinna hálvleiki dróg Kyndil rættiliga frá heimaliðnum, og tá dysturin var av, var munurin átta mál. Hannis Wardum og Bárður Johannesen gjørdu sjey mál hvør fyri Kyndil, og Vagnur Johannesen og Jóan Petur Olsen skutu seks mál í part fyri KÍF. Næsta vikuskiftið verður aftur oddadystur i mansdeildini, tí tá fara grannafeløgini Kyndil og H71 at dystast. VÍF fær tá vitjan av kollfirðingum. Eyðun Klakkstein Liverpool í Cole-kjallaran Fótbóltur: Stóri dysturin í Englandi endaði við tryggum sigri til Manchester United Fyrrapartin leygardagin var stóri dysturin í Englandi hetta vikuskiftið. Anfield Road í Liverpool var ramman um ein dyst millum mest vinnandi liðini í Englandi í nýggjari tíð. Hóast Liverpool hevði fyrimunin av heimavølli, vóru tað gestirnir úr Manchester United, sum drógu longra stráið við einum 3-1 sigri. Í fyrra hálvleiki legði Andy Cole United á odda, tá hann gjørdi sær dælt av verjuvillu hjá Liverpool, og skoraði við einum hørðum, fløtum skoti. Í seinna hálvleiki javnaði Liverpool við brotssparki eftir at ungi álopsspælarin Michael Owen var rendur um koll í United-brotsteiginum. Robbie Fowler royndi seg móti Schmeichel, og hann skoraði ósvikaliga trygt. Men tað gingu bert 10 minuttir, só fingu heimaáskoðararnir enn ein framman á. Hesaferð var tað David Beckham, sum legði United fram um 2-1 við einum framúr frísparki úr 18 metrum. Bert fáar minuttir gjørdi Andy Cole tað til 3-1, eftir at eitt hornaspark varð longt mitt inn fyri málið. Sigurin hjá United ger, at teir framvegis eru á odda í Premier League, og sannførandi sigurin á Anfield og annars spælið seinastu tíðina, ger teir til stórfavorittar til meistaraheitið aftur í ár Ósemja um aðalverkfall Klaksvíkingar og vágbingar vilja ikki í verkfall uttan víðari Gundarlagið undir verkfallshóttanini hjá teimum seks arbeiðarafeløgunum er farið at ridla. Tey seks arbeiðarafeløgini gjørdu í fjør bart og lovaðu aðalverkfall um alt landið, um ávísur samfelagsbólkur fekk skattalætta framum øll onnur. Og hóast ongin ávísur samfelagsbólkur varð nevndur, er hóttanin blivin aktuell, nú ætlanin er at geva fiskimonnum serligan skattalætta. Nú ætlaði skattalættin til fiskimenn er fyri, hava arbeiðarafeløgini endurtikið verkfallshóttanina. Stór ósemja Men tað er so smátt komið undan kavi, at stór ósemja er í arbeiðarafeløgunum um verkfallshóttanina. Herfyri kunngjørdi Sørvágs Arbeiðarafelag alment, at tey eru ímóti at fara í verkfall uppá skattalættan til fiskimenn. Og í gjár vátta báði Arbeiðskvinnufelagið í Klaksvík, og Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður í Vági, leysatíðindini fyri Sosialinum, at tey fara ikki í verkfall uttan víðari. Sostatt hava trý arbeiðarafeløg alment váttað, at tey fara ikki í verkfall uttan víðari. Og sostatt er verkfallshóttanin nógv viknað seinastu dagarnar. Báði Rannvá Samuelsen, forkvinna í Fjallbrúður, og Hanna Isaksen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag siga, at tey hava ikki bundið seg til at fara í verkfall. Tær siga báðar, at verkfall kemur ikki uppá tal hjá teimum, fyrenn atkvøða í felagnum vísir, at meiriluti er fyri tí. Men báðar siga tær kortini, at feløg teirra standa aftanfyri yvirlýsingina, sum 16 fakfeløg skrivaðu eftir felagsfund í Havn sunnudagin. Fjallbrúður hevur ikki skrivað undir yvirlýsingina, men tað komst av, at tað lá so illa fyri at fara til havnar sunnumorgunin. Í yvirlýsingini er ikki eitt orð sagt um verkfall og Ingeborg Vinther, forkvinna í FA sigur, at tað bleiv heldur ikki umrøtt. Hinvegin varð tað nógv umrøtt, at fiskimálaráðharrin var til reiðar at bróta eina lóg fyri at seta fót fyri arbeiðarafeløgini. Tey sipa til avgerðina um at lata skipini sleppa at avreiða uttanlands ótálmað, verður verkfall - tað er umrøtt aðrastaðni í blaðnum. Tíverri fingu vit ikki orða á hana um tíðindini um, at tey bæði arbeiðskvinnufeløgini ikki vilja fara í verkfall. Hava ikki ráð Hanna Isaksen í Klakvík sigur, at hon unnar fiskimonnum væl skattalætta. Men hon átalar politikararnar fyri at koma við hesum nú. ­ Hetta er tað bera valagn, tí hetta er ikki rætta tíðin at koma við skattalætta. ­ Hvør skal betala henda skattalættan, samstundis sum vit tveita sinnissjúk fólk heimanífrá á jólum fyri at spara lúsa 40.000 krónur.Tað eru ætlanirnar at lata pensjónatið aftur, hon sipar til. ­ Hon sigur, at tað eru so nógv onnur, sum eisini hava tað strævið og sum tað eisini er trupult at fáa endarnar at røkka saman hjá. ­ Tað skuldi heldur verið so, at øll fingu eitt sindur í skattalætta, tí fiskimenn eru nú ikki teir, suim eru ringast fyri fíggjarliga við tað, at teir hava eina tryggjaða minstuløn uppá einar 18.000 krónur um mánaðin. Morð og brandur og bert kjaftaslit ­ Okkurt er heilt galið, táið sakførarar siga, at tað er ikki óvanligt, at hjún lata seg skilja uppá kvamsvís, fyri at sleppa bíligari í skatti. At Ingeborg Vinther vendir kanónini ímóti fiskimonnum, verður seint gloymt. ­ Heldur enn at leggjast eftir fiskimonnumm skuldi Ingeborg Vinther roynt at gjørt okkurt fyri sínar egnu limir. Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag sigur, at tað verður seint gloymt, at Ingeborg Vinther, og hini feløgini, venda sær ímóti fiskimonnum, soleiðis sum tey gera í málinum um ætlaða skattalættan. Tí hetta er vent ímóti fiskimonnum, hvat ið so verður sagt. Óli Jacobsen sigur, at hetta er eitt mál, hini feløgini einki hava við at gera. ­ Og heldur enn at hótta við at leggja landið lamið uppá eitt mál, tey einki hava við at gera, skuldi Ingeborg Vinther roynt at vunnið sínum egnu limum betri sømdir. ­ Men haðani hoyrist einki uttan hóttanir, morð og brandur og tað bera kjaftaslit, og soleiðis kann eitt fakfelag ikki arbeiða í nítiárunum. ­ Men ítøkilig tiltøk, sæst onki til. ­ Og úrslitið sæst eisini. Tí veruleikin er, at limirnir hjá Ingeborg Vinther hava at kalla ongar batar fingu hesi seinastu 20 árini. ­ Ingeborg vinther hevur arbeitt fyri verkafólkið á landi í 20 ár, men hon hevur at kalla einki gjørt fyri tey. Hann nevnir t.d., at einaferð ætlaði Vilhelm Johannesen at at leggja uppskot um eina fastlønarskipan fyri flakafólk fyri tingið. ­ Men Ingeborg Vinther hótti við at leggja alt landið lamið, varð tað gjørt. Óli Jacobsen heldur, at starvsfelagið hansara í fakfelagsrørsluni er so destruktiv, at hon hevur beint fyri øllum tiltøkum, sum hava verið ætlað at bøta um korini hjá hennara limum. ­ Tí liggja teir, sum teir liggja. Letur seg ikki hótta ­ Ingeborg Vinther er sjálv besta prógvið um, hvussu lítið fæst burturúr at hótta við verkfalli í tíð og úrtið. Óli Jacobsen er púra sannførdur um, at verkfallshóttanin er tað bera ^3bluff3. ­ Tað fer bara at skaða teirra áhugamál. Tí sum tað stendur aðrastaðni í blaðnum, verður frávik gjørt í lógini um, at skipini kunnu avreiða í mesta lagi 25% uttanlands, uttan at missa fiskidagar. ­ Og eitt lóggevandi ting, sum vil takast í álvara, letur seg ikki hótta uppá henda mátan av feløgum, ið onki hava við málið, sum er fyri, at gera. Óli Jacobsen vísir eisini á, hvussu nógvir mans eru báði fiska og arbeiða á landi. Og tað eru eisini nógv dømi um hjún, har konan arbeiðir á landi, og maðurin er sjómaður. Óli Jacobsen roknar við, at tað verður trupult at fáa hesi fólk at fara í verkfall ímóti sær sjálvum, ella ímóti hjúnafelaganum. Formaðurin í fiskimannafelagnum sigur, at framferðin hjá arbeiðarafeløgunum tænir ongum endamáli, uttan at seta seta verkafólk á landi og fiskimenn upp ímóti hvørjum øðrum, og tað kann aldrin nakað gott spyrjast burturúr. Skiljast uppá kvamsvís Óli Jacobsen sigur, at nógvar ábendingar eru um, at okkurt er heilt galið. ­ Hóast vit ikki hava tøl fyri tí, vita vit, at nógvir fiskimenn eru rýmdir uttanlands at fiska, og at búgva, fyri at sleppa undan skattatrýstinum í Føroyum. Formaðurin í fiskimannafelagnum sigur, at tað er so galið, at tað er ikki óvanligt, at hjún lata seg skilja uppá kvamsvís, so maðurin ótarnaður kann flyta uttanlands at búgva og sleppa undan skattinum í Føroyum. Hann sigur, at hann hevur fingið váttað frá sakførarum, at teir hava avgreitt fleiri slíkar hjúnaskilnaðar uppá kvamsvís fyri fólk. Skulu giftir menn kunna flyta uttanlands at betala skatt, noyðast teir at hava alt húskið við. Men ógiftir menn kunnu gera tað ótarnaðir. Skipanin í dag er so álvarslig, at hon enntá elvir fiskimonnum við føroyskum skipum, at búseta seg uttanlands fyri at sleppa undan harða skattatrýstinum her. Ikki av minstuløn Óli Jacobsen váttar, at fiskimenn fara ikki at fáa skattalætta av minstulønini ella aðrari inntøkutrygd. Skattalætti verður bara latin av fiskipartinum. ­ Hetta varð orðað soleiðis fyri at gera tað lættari at fáa tað fram. ­ Men tað er greitt, at hetta er ein av teimum spurningum, sum verða tiknir upp undir løgtingsviðgerðini. ­ Men at arbeiðarafeløgini eru farin at gremja seg um tað, er tað bera hykl. ­ Tí hevði skattalættin eisini verið av minstulønini, høvdu arbeiðarafeløgini havt tað afturat at brikslað fiskimonnum, ^3at nú skulu teir ikki bara hava minstuløn frá okkum á landi, nú skulu teir heldur ikki betala skatt av henni....3 Fáa menn at støðast Endamálið við skattalættanum er ein roynd at fáa fiskimenn at støðast í Føroyum og ein roynd at fáa teir, sum eru rýmdir, at koma heimaftur. Heldur henda gongdin fram, kann tað í síðsta enda verða trupult at fáa royndar fiskimenn umborð á føroysku skipiniTilsamans skuldi tað givið meiri í landskassan og kommunukassarnar, enn tað, teir missa við at lata skattalættan. Óli Jacobsen sigur, at tað er heilt náttúrligt at fiskimenn fáa skattalætta. Fiskimenn fáa ikki tikið lut á vanliga samfelagslívinum, samstundis sum teir mangan hava størri útreiðslur, t.d. til arbeiðsklæðir. ­ At vera fiskimaður er eisini óvanliga strævið arbeiði. Óli Jacobsen sigur, at helmingurin av fiskimonnum eru undir 32 ár og bara 3% eru í sekstiárunum. Men ikki minst fer oljuvinnan at geva fiskivinnuni so harða kapping, at tað er heilt neyðugt at veita fiskimonnum serligar sømdir fyri at fáa teir at støðast. ­ Hetta hava grannalondini viðurkent og tað mgu vit eisini, sigur Óli Jacobsen. Teir sum bara fáa minstuløn fáa ongan skattalætta Ætlaði skattalættin til fiskimenn vendir tunga endan niðureftir. Teir, sum forvinna mest, fáa størsta lættan. Teir, sum forvinna minst, fáa eisini minst, ella als ongan, lætta ­ Ætlaði skattalættin til fiskimenn er ikki bara prinsipielt órættvísur. Hann er eisini sosialt órættvísur. Tey seks arbeiðarafeløgini í landinum vísa á, at skattalættin, sum ætlanin er at veita fiskimonnum, er ein lætti til teir fiskimenn, sum forvinna mest. ­ Hinvegin fáa teir fiskimenn, sum forvinna minst í mongum førum slett ongan skattalætta Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sigur, at tað vísir seg sum um ætlanin við hesum uppskotinum er ikki at veita teimum, skattalætta, sum treingja til tað. Hann sigur at eftir uppskotinum verður skattalætti bara latin av hýruni. Í uppskotinum stendur, at skattalætti verður bara latin av veiðiinntøku. ­ Tað vil siga, at skattalættin verður bara latin av fiskiparti. Av øllum, sum eitur inntøkutrygd - minstuløn o.ø.- verður skattalætti ikki latin av. Karl Johansen sigur, at tann, sum forvinnur 350.000 krónur í løn, fær ein frádrátt uppá 92.000 krónur. ­ Bara tað er meiri enn nógv verkafólk á landið forvinna í bruttoløn, sigur Karl Johansen. Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at hevði skattalættin verið til teir fiskimenn, sum forvunnu minst, høvdu tey skilt eitt sindur av tí. ­ Men at ætlanin er at veita teimum høgu fiskimannalønunum skilja vit onki av, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hetta vísir bara hvussu lítla virðing tey hava fyri okkum ­ Fundurin, vit skuldu hava við allar politisku flokkarnar hóskvøldið um skattalætta til sjófólk bleiv eitt vónbrot, tí bara tríggir flokkar hirdu at møta upp, sigur Ingeborg Vinther ­ Veitst tú, hvussu flott tað var: Bara tríggir møttu upp. Formaðurin í Føroya arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther hevur fingið eina orsøk afturat at vera misnøgd við politikararnar. Fundurin, tey seks arbeiðarafeløgini skuldu hava við teir politisku flokkaranr hóskvøldið um ætlaða skattalættan til sjófólk, bleiv eitt satt vónbrot. Tey seks arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, arbeiðsmanna og -kvinnufeløgini í Havn og í Klaksvík, umframt arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður í Vági, høvdu boðað øllum politisku flokkunum til fundar hóskvøldið at hoyra teirra sjónarmið um ætlaða skattalættan til sjófólk, og fyri at teir kundu hoyra, hvat arbeiðarafeløgini í Føroyum hildu um sama mál. Men fundurin fekk langt ífrá tað vekt, feløgini høvdu ætlað. Tí av øllum flokkunum, møttu bara tríggir upp. Teir, sum møttu upp vóru Jóannes Eidesgaard fyri Javnaðarflokkin, Heini O. Heinesen fyri Tjóðveldisflokkin og Luitjen Apol fyri Verkamannafylkingina í andstøðu. ­ So flott var tað, sigur Ingeborg Vinther, at teir tríggir vóru teir einastu, sum hirdu at koma á tal við okkum um eitt so stórt álvarsmál fyri alla arbeiðarastættina. Hon heldur, at hetta vísir, hvussu lítla virðing, politisku flokkarnir hava fyri verkafeløgunum. ­ Vit eru øll feløg samd um, at tað er ein vanvirðing út um alt sømiligt mark, ikki at møta upp. ­ Tí allir flokkar høvdu játtað at koma á fundin - og ongin gav avboð, sigur hon. Standa fast Ingeborg Vinther sigur, at frammanundan høvdu tey seks feløgini havt innanhýsisfund um støðuna. Tann fundurin vísti, at støðan er óbroytt. ­ Feløgini standa saman og verkfalshóttanin stendur við, skuldi tað hent seg, at ein samfelagsbólkur verður tikin burturúr, og fær skattalætta framum øll onnur í samfelagnum. ­ Vit krevja bara sama rætt fyri øll, og at øll eru líka fyri lógini, sigur Ingeborg Vinther Ingebrog Vinther leggur dent á, at hetta er ikki vent ímóti fiskimonnum. ­ At siga, at hetta er vent ímóti fiskomonnum, er at venda málið á høvdið. Vit unna saktans fiskimonnum skattalætta. Men tað eru nógv fólk á landi, sum eru líka illa, og verri fyri, enn fiskimenn eru. Og tað vit gera, er einans at verja teirra rætt til at at fáa skattalætta eisini. ­ Hetta er eitt tiltak, sum er vent ímóti landsstýrinum, tí vit vilja hava sama skattalætta til allar bólkar í samfelagnum í ávísum inntøkubólkum. Tú sigur, at øll feløgini standa saman. Men tað frættist í útvarpinum, at Sørvágs arbeiðarafelag tók ikki undir við hesum? ­ Tað er Andrias Berglíð í Sørvági, sum ger vart við seg. Men hann er eisini í Fiskimannafelagnum og er tí í eini tvístøðu. Hann ríður á tveimum hestum. Vit onnur hava bara tann eina. ­ Men tað er ómetaliga keðiligt og óloyalt av ávísum limum í Føroya Arbeiðarafelag alment ganga beint ímoti felagnum. Slíkt plagi feløg ofta meta sera álvarsligt. Fer hetta at fáa avleiðingar fyri Andrias Berglíð? ­ Tað hava vit slett ikki tosað um í stjórnini í FA. Siðiligan fund Ingeborg Vinther sigur annars, at feløgini høvdu ein siðiligan fund við teir flokkar, sum vóru møttir. ­ Teir lovaðu okkum ikki nakað. Og teir boðaðu ikki frá, hvørja støðu, teir høvdu. ­ Men vit fingu greitt teimum frá okkara sjónarmiðjum. Vit fingu greitt teimum frá, at støðan hjá verkafólki á landi er minst líka álvarsom sum tann hjá fiskimonnum. Hon sigur, at feløgini reistu eisini spurningin um, hvussu ringa støðu, nógvar kommunur koma í, um tær missa skatt. ­ Tær eru ógvuliga hart fyrispentar sum er. Missa tær skatt, mugu tær undir enn fleiri sparitiltøk. Og hvønn fer tað at raka? Aftur tey veiku? spyr Ingeborg Vinther. Vit fingu tíverri ikki fatur á Óla Jacobsen, formanni fiskimannafelagsins, áðrenn blaðið fór til prentingar. Finnbogi Arge fær sessin aftur Hann fór úr fíggjarnevndini, tá hann valdi at gerast leysgangari í tinginum, men nú er líkt til, at hann sleppur upp í part aftur Fíggjarlógin skal vera liðugt viðgjørt í hesum árinum. Tað krevur, at tinglimirnir gera skjótt av at velja nevndirnar av nýggum, nú Sjálvstýrisflokkurin fór úr samgonguni. Samgongan hevur gjørt uppskot um valbólk, har somu flokkar og áður eru umboðaðir, við undantaki av KrF og Finnboga Arge, uttanflokkatinglim, sum koma inn í staðin fyi Sjálvstýrisflokkin. Spurdur, um Finnbogi Arge nú var sloppin inn í hitan aftur, sigur hann seg ikki hava tikið støðu til annað enn KrF, ið er komin inn í valbókin, sum Finnbogi Arge var í áður. Flest nevndarsessir - Tað merkir m.a., at hetta eru flokkarnir, sum fáa flestu nevndarsessir, sigur Finnbogi Arge. - Tú hevur áður sagt, at tú ikki stillar upp aftur. Merkir hetta, at tú stillar upp aftur? - Nei, hetta merkir ikki annað enn at fíggjarlógin skal verða samstykt áðrenn 1. januar, og at tað er umráðandi at týðandi lógir, eitt nú kolvetnislógin og skattalógirnar o.a., sum liggja í tínginum, skulu hava viðgerð. - Við einum nevndarsessi, fái eg ávirkan á lógirnar, sigur Finnbogi Arge. - Tekur tú, við at fara í valbólk við samgonuna, undir við øllum, sum samgongan leggur fram? - Eg fari fyribils at seta meg niður og kanna málið. Møguleikar eru fyri at fáa upplýsingar í nevndum, sum eg ikki visti um áður, sigur Finnbogi Arge. Hann leggur dent á at hetta stigið ikki hevur annan týdning enn at fáa ávirkan, nú tað líður móti endanum í hesi tingsetu. - Eg haldi, at tað er skeivt at útskriva val júst nú, og eg havi - við at fara í valbólk- tryggjað mær ávirkan, at ikki týðandi mál skulu detta niðurfyri, sigur Finnbogi Arge, og nevnir m.a. uppskot um Telefonverkið, ið skal umleggjast til alment partafelag. Tað heldur hann eisini er týðandi mál at fáa ávirkan á. Nevndarval í fyrsta lagi næsta mánadag Eftir hvat skilst, so eru bert tveir valbólkar. Samgongan hevur 19 tinglimir og andstøðan 14. Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni, sigur við Sosialin, at uppskot um valbókar skuldi leggjast fram í gjár seinnapartin. Um einki frávik verður givið, kunnu nevndinar í fyrsta lagi verða valdar næsta mánadag. Tað var ikki møguligt at frætta, hvussu Sjálvstýrisflokkurin fer at skipa seg viðvíkjandi valbólki. Álvur Zachariasen, tingmaður í Sjálvstýrisflokkinum, sigur, at tey ikki enn hava viðgjørt spurningin í flokkinum. Hugsandi er, at Sjálvstýrisflokfurin fer í valbólk við andstøðuni. Um so er, so er talið í teimum báðum valbólkunum tað sama sum áður. Hógvarnir stinga undan Fyrr segði fólkaflokkurin skattalætta fyri lønarniðurskurð. Nú hava teir bara vent byttuni og siga øvugt. Nevniliga lønarniðurskurð fyri skattalætta. Tá úlvurin letur seg í seyðaskinnið er øll orsøk til at vera sera varin 1984 var eitt satt rokár til fiskiskap. Umleið 140.000 tons komu upp á land tað árið. Men kortini fingu føroyskir reiðarar meira enn eina hálva milliard úr landskassanum sama ár. Tað var Anfinn Kalsberg úr fólkaflokkinum, ið sat sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum um hetta mundið. Seinastu árini hava partar av vinnuni og fleiri politiskir flokkar verið av teirri áskoðan, at høvuðsvinnan skal koyra uttan almennan stuðul, og eisini er hetta sett sum ein treyt frá donskum myndugleikum í sambandi við umfígging av føroysku uttanlandsskuldini. Men hóast hetta, so hevur fólkaflokkurin gjørt fleiri royndir, við tí fyri eyga, at fáa stuðulin inn aftur gjøgnum bakdyrnar. Seinasta royndin var, at geva løntakarafeløgunum - eisini fiskimonnum, tað tilboð at gingu teir við til ein lønarniðurskurð, so skuldu teir fáa skattalætta aftur fyri. Tað vil siga, at landskassin og kommunurnar á hendan hátt, skuldu veita føroyskum reiðarum og arbeiðsgevarum ein óbeinleiðis stuðul. Men ongin beit á skøtuagnið hjá Anfinni Kalsberg og fólkaflokkinum. Men líka mikið. Fólkaflokkurin vil, at vinnulívið skal hava slangu niður í landskassan, antin so ella so. Tað er tað stutta av tí langa. Nú er so borðreitt av nýggjum. Hesa ferð verður tað gjørt meira snildisligt. Fólkaflokkurin hevur vent byttuni og sigur skattalætta til fiskimenn. Onki annað. Eg eri vísur í, at hesin filmurin, eins og teir flestu, hevur tvær aktir. Tann seinna aktin kemur beint aftaná ta fyrru. Í tí seinnu aktini fer Føroya Reiðarafelag at siga sáttmálan upp við øll manningarfeløgini. Kravið verður eitt munandi lægri hýruprosent, vísandi til, at fiskimenn nú hava fingið eina so lagaliga skattaskipan. Soleiðis fer hesin >>skattalættin<< hjá fólkaflokkinum beint niður í lumman hjá føroyskum reiðarum. Tað er heilt týðuligt at grundgevingarnar hjá fólkaflokkinum eru falskar. Tá skattalætti varð boðin fyri lønarniðurskurð, var grundgevingin tann, at kostnaðarstøðið í føroyska samfelagnum var alt ov høgt. Men nú hoyra vit onki um kostnaðarstøðið. Nú er grundgevingin tann, at ein skattalætti til fiskimenn, skal lokka føroyskar fiskimenn við útlendskum skipum heimaftur á klettarnar. Og tí fær ein hug at spyrja, hvussu lokkandi gamla tilboðið frá fólkaflokkinum um skattalætta fyri lønarniðurskurð, hevði verið fyri føroyskar fiskimenn við útlendskum skipum? Tá eitt lækkað hýruprosent kemur í kjalarvørrinum á skattalættanum, kunnu vit rokna við, at eitt uppaftur størri tal av føroyskum fiskimonnum leitar sær hýru uttanlands. Men tað leggur fólkaflokkurin onki í. Endamálið er ikki at fáa føroyskar fiskimenn við útlendskum skipum heim. Endamálið er sjálvandi at lækka kostnaðarstøðið. Tað gerst millum annað við at fáa hýruprosentið hjá føroyskum fiskimonnum niður. Onnur lokabrøgd verða helst nýtt seinni fyri at fáa løntakarar á landi sama veg. Tað kann henda, at fólkaflokkurin og reiðararnir gera rís til egnu rumpu, um hýruprosentið verður lækkað. Tað er góður politikkur, at selja har ein fær mest fyri framleiðsluna, og at keypa vørur og tænastur, har tær eru bíligast. Um føroyskir fiskimenn fara at ganga eftir hesi meginreglu, kunnu vit rokna við, at teir fáa sær hýru við útlendskum skipum, har hýran er hægri, men velja at gjalda skatt í Føroyum við einum frádrátti uppá 15 prosent av inntøkuni. Um hetta verður gongdin kemur føroyski flotin at liggja vegna manningartrot. Annars er at siga um skattapolitikkin hjá Anfinni Kalsberg og fólkaflokkinum, at hann er ein sannur hurlivasi, sum onki rætthugsandi fólk kann fáa skil á. Fyri einum ári síðani var alt um at gera, at fáa eina bruttoskattaskipan fyri allar A-skattgjaldarar. Nú skal ein partur av hesum A-skattgjaldarunum, hava ein frádrátt, sum svarar til 15 prosent av inntøkuni. Fyri einum ári síðani varð sagt, at ein bruttoskattaskipan fyri B-skattgjaldarar, skuldi koma um eitt ár. Síðani hava vit onki hoyrt aftur um bruttuskatt fyri B-skattgjaldarar. Hetta var bara eitt bluffnummar frá fólkaflokkinum. Tað varð sagt fyri at fáa tingmenn at taka undir við eini bruttoskattaskipan fyri A-skattgjaldarar. Støðan er sostatt tann, at A-skattgjaldarar hava mist allar sínar frádráttir, meðan B-skattgjaldararnir framvegis hava sínar frádráttarmøguleikar. Samanumtikið má haldast, at hógvarnir stinga so langt undan, at allir føroyskir løntakarar, bæði á sjógvi og landi, hava alla orsøk til at vera sera varnir. Tað er nevniliga ikki gamansleikur tá úlvurin letur seg í seyðaskinnið. Tann 6. desember 1997 Vilhelm Johannesen 300.000 til Pensionatið Í gjár samtykti tingið einmælt at veita teimum 10 búfólkunum á Pensionatinum eykajáttan so tey sleppa heimaftur at halda jól Tað var ikki greitt, tá Sosialurin fór til prentingar, hvørt búfólkið flytir heimaftir áðrenn jól. Tó stendur fast, at løgtingsins fíggjarnevnd á fundi mánadagin samtykti at veita búfólkunum hesa peningaupphædd. Tá tingfundur byrjaði kl. 13 í gjár, var sum fyrsta punkt á skránni biðið um at fáa málið til atkvøðu í tingsalinum. Doris Hansen, formaður í MBF, var stødd á áhoyraraplássinum í tinginum, og hon sigur við Sosialin, at málið varð einmælt samtykt í tinginum. Heri Berg, yvirlækni á psykiatrisku deild, visti av ongum,tá Sosialurin segði frá nýggjastu hendingunum viðvíkjandi pensionatinum. Hann trúði næstan ikki sínum oyrum, men segði kortini, at nú foru tey at fyrireika heimkomuna hjá búfólkunum. - Nú veit eg ikki, um fíggjarligt grundarlag er fyri at flyra búfólkini, men hinvegin, so var eingin grund hjá tinginum at játta pening um búfólkið ikki verður flutt heimaftur til jóla. Tað er jú tað, málið snýr seg um, sigur Heri Berg, í stuttari viðmerking. Ábøtur til allar lønarbólkar Viðm. til løgtingsmál nr. 26/1997: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt Starvsmannafelagið ger vart við, at okkara prinsipiella støða er, at tá myndugleikarnir geva skattaábøtur, so eiga hesar ábøtur at verða fyri allar lønarbólkar. Hetta uppskot er eftir okkara hugsan ikki annað enn ein fjaldur studningur til reiðararnar, sum undir ongum umstøðum eigur at ganga yvir skattalógina. Hava ávísir bólkar ábøtur fyri neyðini, so skal hetta gerast uttan um skattalógina. Í øðrum lagi mótmæla vit harðliga, at ávís sjófólk ikki eru tikin við í lógini. Her verður víst til § 25 a, stk. 7, og § 25 b, stk. 2, har tað beinleiðis verður undirstrikað, at lógin ikki fevnir um tey sjófólk, sum sigla undir føroysku skipaskránni, t.d. manningarnar á vaktarskipunum Magnus Heinason og skipunum hjá Strandferðsluni. Sagt hevur verið, at endamálið við lógini er, at fáa sjófólk sum eru farin av landinum, at koma heimaftur, men uppskotið, sum tað er orðað, stuðlar heldur sjófólki at fáa sær hýru við útlendskum skipum. Starvsmannafelagið kann undir ongum umstøðum góðtaka, at munur verður gjørdur á sjófólki, líkamikið um ein er til fiskiskap ella røkir aðrar sjóuppgávur. Veiðimentan Meðan tað loysir seg hjá japanarum at fiska í okkara heimasjógvi, er stemmufiskarí tað einasta, sum kastar nakað av sær hjá føroyingum Jan Müller Sosialurin til allar føroyingar í dag Sosialurin verður í dag borin út í hvørt heim í landinum. Hetta er gott høvi hjá fólki at kunna seg við blaðið og at tekna seg sum haldari BLAÐIÐ tit hava í hondini í dag er ein óvanligur Sosialur. Lýsingar frá SMS og øðrum lýsarum fylla stóran part av blaðnum. Avgjørt er at koyra blaðið í hvørt hús í landinum, nú vit hava gjørt ein faldara um møguleikarnar, ið eru við nýggja Internet Sosialinum. Í hesum faldara ber eisini til at tekna seg sum haldara av vanliga Sosialinum. TAÐ er ikki hvønn dag, at høvi er at koma inn í hvørt heim í Føroyum. Hetta er tó málsetningur okkara, tá vit runda næstu øld. Av tí at vit í løtuni eru avmarkað til bert at kunna prenta 32 síður hava vit verið noydd til at taka út úr blaðnum Lýsingartorgið, sum annars er fastur partur av blaðnum allar fimm útgávudagarnar, um framt annað tilfar, sum so verður í blaðnum komandi dagarnar. Men fyri tey, sum ikki eru von at síggja blaðið, hava vit á síðu 4 og 5 í blaðnum í dag ein stuttan samandrátt av tí, sum blaðið vanliga fevnir um. SOSIALURIN hevur verið í støðugari menning, síðani blaðið flutti í hølini á Argjum og vit kundu prenta blaðið á egnari prentsmiðju fimm ferðir um vikuna. Enn er tó nakað á mál. Men við tí hugburði, sum er á blaðnum, nevniliga at vit skulu koma enn longur út, so er greitt, at komandi árini fara at hava nógv nýtt at bjóða uppá. Vit arbeiða í løtuni við eini ætlan um at betra prentmøguleikarnar og at gera alla arbeiðsgongdina í blaðhúsinum meira effektiva og munadygga. Tað skuldi so sæst aftur í einum snøggari og betri blað. 1998 fer í so máta eisini at vera eitt broytingarár hvat innihaldinum viðvíkur. Vit fara sjálvandi ikki her og nú at avdúka alt tað vit arbeiða við, men kunnu tó siga so mikið sum, at vit fara at brúka meiri orku uppá at koma út kring landið. Føroyskir fjølmiðlar eru alt ov nógv miðlar fyri Havnina og miðsteðasrøkið. Hetta ásanna vit og royna eisini at taka í egnan barm. Brúk er fyri einum blað, sum fevnir um alt landið. Og tað er hetta mál, sum vit á Sosialinum hava sett okkum. VIT eru longu komnir nakað áleiðis. Sum fyrsta føroyska blaðið hava vit eina lokalredaktión í Suðuroynni. Hesa fara vit at menna í komandi ári. Harumframt fara vit at seta á stovn líknandi lokalredaktiónir aðrastaðni í landinum. Eitt er tað at vera á staðnum og útvega tíðindi og annað tilfar. Annað er at hava gott samband við fólkið úti kring landið. Í hesum sambandi er tað okkara vón, at fólk fara at taka væl ímóti okkara blað- og myndafólkum. Vilja fólk vera heimildarfólk hjá Sosialinum, so eru tit heldur enn vælkomin til tess. Setið tykkum í samband við okkum í dag sum ein annan dag, og vit tosa um hetta. NÝGGJASTA tiltak okkara er INTERNETBLAÐIÐ. Har fáa allir føroyingar úti sum heima møguleika at síggja Sosialin alt fyri eitt hann er skrivaður, líka mikið um tú er stæddur í Mykinesi ella á Bali. Tað ber til at tekna seg sum haldara longu nú. Umframt blaðið eru eisini fleiri áhugaverdar tænastur, eitt nú blaðarkiv. Avvarðandi hjá føroyingum, sum eru flutt av landinum ella eru farin burtur í lestrarørindum, hava her eitt sera kærkomið jólagávuhugskot, nevniliga at geva eitt nú børnum sínum, sum lesa í útlandinum, eitt Internethald. Og við at tekna tað nú er 50% í avsláttri. NÚ blaðið er komið í hvørt heim í landinum vóna vit, at tit steðga á og umhugsa møguleikan at gerast haldari av blaðsosialinum og somuleiðis umhugsa hin møguleikan eisini, at halda Internetblaðið við teimum eyka veitingum, sum hetta hevur - umframt at brúka høvið til at lata føroyingum í útlandinum einastandandi jólagávuna - í 1998 at kunna fylgja við í nærum øllum tí, sum hendir í Føroyum - um somu tíð, sum tað hendir. VIT skulu eisini nýta høvi til at takka lýsarum og lesarum fyri tykkara stóra áhuga fyri blaðnum. Uttan tykkara áhuga hevði blaðið ikki veriðfyri slíkari menning tað er í dag. Jólakalendarahúsið Jólamaðurin í tí lítla húsinum í Grasagarði er í jólahýri, og hann hevur savnað sær eina rúgvu av gávum frá handlum í Han. Gávurnar verða lutaðar burtur, og hvønn dag verður lutaseðil í Sosialinum. Gávurnar verða eisini at síggja í glugganum í kalendarahúsinum. Tá jólamenninir eru komnir til Havnar verða tað teir, sum draga vinningin, og tollaksmessukvøld fara teir at draga um eitt gávukort uppá 1000 kr. Veðrið Veðrið í dag: Andøvsgul upp í ein strúk av vestri, út á dagin lækkar hann niður í útsynning og sunnan og minkar vindin nakað. Stundum regn ella ælingur og hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið mikudagin: Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, út á dagin hækkar hann upp í norðan. Regn ella ælingur og hitin millum 3 og 8 stig. Veðrið hósdagin: Gul til andøvsgul av útnyrðingi, seinni vestri og útsynningi. Ælingur og hitin millum 3 og 8 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, eitt skifti kanska hvassur vindur av suðri. Stundum regn og hitin millum 5 og 8 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst skamt í útnyrðing úr Skotlandi fer í landnyrðing og fer væntandi í kvøld eysturum Føroyar. Brúgvalagið haðani norðanfyri Føroyar fer norðureftir. Í dag: Mikudagin fer eitt lágtrýst framvið Føroyum skamt sunnanfyri. Fiskur er góður fyri hjartað Fiskur er betri enn grønmeti, tá talan er um at halda hjartasjúkum burtur. Tað er niðurstøðan, amerikanskir vísindamenn, sum hava kannað hjartasjúkur, eru komnir til. Á eini stórari ráðstevnu hjá amerikanska Hjartafelagnum, sum her fyri varð hildin í Orlando í Florida við ikki færri enn 40.00 luttakarum, kom fram, at vísindamenninir vísa á, at tann, sum etur nógvan fisk, minkar mundandi um vandan fyri hjartasjúkum. Gott hjá okkum. Elprísir lækka Á árliga umboðsnevndarfundinum fríggjadagin góðkendi umboðsnevndin rakstrar-, fíggjar- og byggiætlanina fyri 1998. Á triðja ári lækka elprísirnir - hesaferð við 3 oyrum/kWh. Elprísurin er ikki hækkaður seinastu 7 árini, og skal eitt vanligt húsarhald frá 1. januar 1998 rinda 1,27 kr./kWh ella tað sama, sum fyri 14 árum síðani, meðan ídnaðarin skal rinda 0,78 kr./kWh ella tað sama, sum fyri 17 árum síðani. Nevndu elprísir eru uttan MVG. Í løgurnar í 1998 verða 80,1 mió. kr. harav 40 mió. til Eiði III. Roknskapurin fyri 1996 varð eisini góðkendur. Rakstrarúrslitið eftir avskrivingar varð 15,2 mió. kr., og fíggjarstøðan pr. 31.12.1996 javnvigar við 584,3 mió. kr. Langfreistaða skuldin við árslok 1996 var 420,8 mió. kr. Øll skulu fáa skattalætta Vit góðtaka ikki undir nøkrum umstøðum, at ein ávísur yrkisbólkur fær skattalætta. So greið eru boðini í eini yvirlýsing frá 16 fakfeløgum eftir ein stóran felagsfund sunnudagin. Feløgini, sum umboða eini 14.000 fólk, siga, at tey hava stóra virðing fyri fiskimanninum. Men at geva einum yrkisbólki skattalætta, er at gera mun á landsins borgarum. Allir skattaborgarar koma at betala fyri hendan skattalættan. Hetta meðan heilsuverkið liggur í skeljasori og vit ikki hava ráð at geva okkara sjúku og veiku mannsømilig kor. ­ Vit eru av teirri áskoðan, at skal skattalætti veitast, skal hann veitast øllum borgarum, siga tey 16 feløgini. Tey eru bæði arbeiðarafeløgini í Klaksvík og bæði feløgini í Havn, Føroya Arbeiðarafelag, Lærarafelagið, Starvsmannafelagið, Sjúkrahjálparafelagið, Økonomifelagið, Fysioterapeutfelagið, Sjúkrasystrafelagið, Postfelagið, Ljósmøðrafelagið, Ergoterapeutfelagið, Sjúkrahúslaborantarnir og Pedagogfelagið. Mikudagur 10. desember 1997 Vit vilja hjálpa føroyingum at fyrireika oljuvinnu Í gjár undirskrivaðu umboð fyri Saga Petroleum og Fróðskaparsetur Føroya eina avtalu, har norska oljufelagið letur eina hálva mill. kr. til eina granskingarætlan, sum skal verða gjørd í sambandi við, at Føroyar nú fara undir eina oljuvinnu. Anton Kjelaas frá Saga sigur, at teir vilja fegnir vera við til at hjálpa føroyingum at gera neyðugu fyrireikingarnar til eina komandi oljuvinnu. -Hetta eru uppgávur, sum vit halda eiga at gerast, áðrenn tú fer undir eina oljuvinnu. Vit halda, at tað hevur bæði áhuga og nyttu fyri føroyingar og fyri eitt oljufelag sum SAGA, ið vónandi skal til at arbeiða her í framtíðini. Hann sigur, at teir við hesum ynskja at sleppa undan trupulleikum og konfliktum millum oljuvinnu og fiskivinnu, nakað, sum teir hava verið ígjøgnum í Noregi. -Tað er umráðandi, at ein kann fáa ein dialog í gongd nú, soleiðis at tað slepst undan misskiljingum seinni. Uppá fyrispurning um hetta hevur nakað við eina komandi lisensrundu at gera, tvs. um Saga á henda hátt vil keypa sær eina góða støðu tá vísir Anton Kjelaas tí avgjørt aftur og vísir tvørturímóti á tað positiva, sum kann koma burtur úr. Hann sigur eisini, at fyri at fáa hetta gjørt so breitt og seriøst sum gjørligt er ein stýringsbólkur settur, sum skal hava eftirlit við arbeiðinum. -Tað er avgjørt ikki okkara meining at koma til Føroya og siga tykkum, hvussu tit skulu gera hetta. Men vit vilja fegnir geva tykkum lut í teimum royndum vit hava havt og kunnu vit við hesum stuðuli til eitt granskingarprojekt hjálpa føroyingum og harvið eisini okkum sjálvum, so gera vit tað fegnir. Hann vísir á, at við slíkari gransking kunnu føroyinga sleppa undan nøkrum av teimum mistøkum, sum norðmenn hava gjørt. Ein av limunum í stýringsbólkinum er Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag. Hann heldur, at projektið er sera spennnandi. -Norðmenn hava royndir í sambandi við fiskivinnu og oljuvinnu, og tað er greitt, at vit nú í góðari tíð kunnu læra av norsku royndunum og harvið royna at fyribyrgja nøkur av teimum mistøkum, sum hava verið gjørd í Noregi. Eg eri tí sera fegin um hesa avtaluna við SAGA Fyrsta útlendska olju- felagið letur upp skrivstovu í Føroyum Norska oljufelagið SAGA flytir 1. januar inn í bygningin hjá Trygd á Bryggjubakka í Havn. Tvey fólk verða til arbeiðis frá byrjan. Norska oljufelagið Saga Petroleum hevur sum tað fyrsta útlendska oljufelagið gjørt hava at lata upp skrivstovu í Føroyum. Leigusáttmáli er gjørdur við Føroya Banka um ovastu hæddina í húsinum, sum Tryggingarfelagið Trygd hevur húsast í á Bryggjubakka. Terje Hagevang, leiðari fyri oljuleitingini hjá felagnum við Føroyar, sigur við Sosialin, at teir lata skrivstovuna upp l. januar. Tvey fólk skulu arbeiða á skrivstovuni frá byrjan, ein norðmaður og ein føroyingur. Terje Hagevang sigur, at leigumálið er fyri eitt ár. Møguleiki er fyri, at teir fara at flyta í onnur og størri høli tá. Tað veldst so alt um, hvussu verður við útbjóðingini í næsta ár og gongdini annars. Oljusamtakið AMG hevur nú í tvey ár brúkt høli hjá Statoil í Gundadali sum skrivstovu. Har eru tó ikki enn sett fólk burturav. Hølini verða brúkt, tá fólk frá oljusamtakinum eru í Føroyum. Oljufelagið Amerada Hess, sum er einasta oljufelagið, sum hevur fingið sær umboðsmann í Føroyum, húsast í hølunum hjá Marr Fisher Yviri við Strond í Havn. Sosialurin skilur annars, at fleiri av útlendsku oljufeløgunum arbeiða við ætlanum at stovna dótturfeløg í Føroyum og í tí sambandi at lata upp skrivstovur her. Men fyri flestu teirra er tað rættiliga avgerandi, nær ein 1. útbjóðing verður og hvussu umfatandi hon verður. Eiðvør og Arnfríð í Songrødd-finaluna Yvir 700 fólk vóru til seinasta innleiðandi umfarið í Songrøddkappingini, sum var á Kambsdal leygarkvøldið Arnfríð Lützen (til vinstru) og Eiðvør Pállsdóttir eru tveir av teimum sjey finalistunum í Songrøddkappingini Seinasta innleiðandi umfarið í songrøddkappingini 1997 var í ítróttarhøllini á Kambsdali leygarkvøldið, og hetta gjørdist tann best eydnaða kappingini higartil í ár. Yvir 700 fólk vóru til stóra kvøldð, og á pallinum vóru luttakararnir nógvir og góðir. Fleiri av luttakarunum gjørdu nógv burtur úr, og hjá áskoðarunum kom tað til góðar, at undirhaldsvirðið var høgt. Ætlanin var, at heili 10 umfør skuldu verða, men undan kappingini komu fleiri avboð, og tí var talið ikki so høgt. - Tað kann vera, at fólk ikki rættiliga hava dirvið til at vera við í kappingini, tá kvøldið nærkast og tað er sligið stórt upp, men soleiðis vil tað nú einaferð vera, sigur Páll Arge í FC, sum skipar fyri Songrøddkappingini, og eisini hevur gjørt tað síðani kappingin byrjaði fyri fleiri enn 15 árum síðani. Kappingin altíð væl umtókt Hóast nakað av óvissu hevur verið um fleiri innleiðandi umførunum í songrøddkappingini í ár, og skráin fleiri ferðir er broytt, hevur kappingini fingið sera góða undirtøku, og nógv fólk hava verið til øll innleiðandi umførini. - Songrøddkappingin hevur altíð verið væl umtókt, og nú eru føroyingar so kendir við kappingina, at teir møta altíð væl upp. Songrøddkappingini er blivin til eitt kvøld, har tú bara fert, sjálvt um kanska onnur tiltøk eru nærhendis, heldur Páll Arge. - Vit hava fleiri ferðir havt kapping sama kvøld, sum kendir bólkar hava verið á palli aðrastaðni, men tað hevur ikki nervað kappingina. Hesaferð var eingin beinleiðis kapping til Songrødd-kappingina, heldur øvugt, tí rockbólkurin Moirae var partur av stóra kvøldinum á Kambsdali, og teir spældu bæði undan og eftir kappingina. Eiðvør og Arnfríð fóru víðari Nógv var á skránni, tá songrøddkappingin varð hildin á Kambsdali, og tað var ivaleyst hetta sum gjørdi, at fólk møttu merkisvert tíðliga. Vanliga plaga slík tiltøk at verða hálvrunnin, áðrenn mesta fólkið er komið. Moirae fór á pallin longu á midnátt, og teir spældu í ein tíma áðrenn farið var undir sjálva kappingina, sum fyri mong mundi verða mest spennandi parturin av kvøldinum. Kappingin gekk væl, og vardi í ein tíma fram til klokkan 02.00, tá Moirae aftur fór á pallin, og bíðað varð eftir úrslitinum. Ein tíma seinni var greitt at avdúka úrslitið av kappingini, og tað var, at Eiðvør Pállsdóttir úr Syðrugøtu hevði vunnið og Arnfríð Lützen úr Norðragøtu var- nummar 2. Hesa báðar tryggjaðu sær tí pláss í finaluni í kappingini, sum verður longu komandi leygarkvøld í høllini á Hálsi í Havn. Saman við teimum báðum vinnarunum á Kambsdali, eru sjey aðrir luttakarar við í finaluni, og teir koma ymsastaðni úr landinum. Allir teir næstbestu við eisini Fyriskipararnir av kappingina ætlaðu at byrja við, at allir vinnaranir skuldu sleppa til finaluna og tveir teir bestu tveyararnir, men teir hava síðani broytt kappingina, so at allir tveyararnir sleppa eisini til finaluna. - Tað er sera ilta at meta um tey næstbestu frá umfarið til umfarið, og tað ber illa til at ganga eftir stigatalinum, tí tað veldst um hvussu støðið er á tí ávísa plássinum. Tí tóku vit avgerð um, at bæði nummar 1 og nummar 2 sleppa í finaluna, sigur Páll Arge. Á Sandi var bert ein luttakarin, men alla aðrastaðni eru tveir luttakara við í finaluni, og tað gevur tilsamans 9 finalistar, sum leygarkvøldið fara at kappast um heitið Ársins songrødd 1997. Til finaluna fer eisini rockbólkurin Moirae at spæla, og lagt er upp til eitt av teimum stóru kvøldunum, har væntast kann, at nógv fólk fer at fylgja við hvussu tað fer at gangast teimum 9 finalistunum. SL Farmur hevur hægri prísir enn teir privatu - Vit hava ongan framíhjárætt við strandfaraskipunum, og vit gjalda fyri hvønn einasta túr. Munurin millum okkum og teir privatu er, at vit hava møguleika at samskipa farmaflutningin, sigur Heini á Borg, leiðari á SL Farmi - Tað er hugstoytt, at vit skulu kritiserast, bara tí at vit fáa farmaflutningin at bera til - eftir handilsligum treytum, heldur Heini á Borg, leiðari á SL Farmi Mynd: Jens Kristian Vang - Tað passar als ikki, at bilarnir hjá Strandferðsluni fáa framíhjárætt við strandfaraskipunum, og heldur ikki, at bilarnir ikki gjalda sum aðrir bilar. Hetta sigur Heini á Borg, sum umsitur lastbilarnar hjá Strandferðsluni. Hann sigur við Sosialin, at allir bilar hava møguleika at bíleggja sær túr við Tróndi á Sand- og Hestoyarleiðini. Frá 1. januar 1997 til 31. oktober 1997 hevur SL Farmur goldið 215.130 krónur í flutningi á Sandoy/Hestoy-leiðini, og tí skilir Heini á Borg ikki pástandin um, at SL Farmur sleppur undan at gjalda flutningsgjald við Strandferðsluni. - Men eru tølini viðvíkjandi Sandoyarrutuni røtt, sum ein lastbilaførari nevnir omanfyri? - Tølini eru fullkomiliga burtur við, og mugu verða tikin úr leysum lofti, sigur Heini á Borg, sum leggur afturat, at einki hald er í teimum, og at fólk eiga ikki at koma fram við slíkum, um tey ikki kunnu vísa á, hvaðani tølini stava. SL Farmur er munandi dýrari - Stovnurin Strandferðslan hevur sum uppgávu at veita útjaðaranum eina tænastu, og hana kunnu vit bara veita við at samskipa vøruflutningin. Tí ber tað til hjá okkum eitt nú at hava eini trý tons av fiski við í einum bili, har onnur vøra eisini er við. Tí verður tað upp á seg bíligari. Men vit nýta vanligan tímatakst sum allir aðrir. Heini á Borg sigur, at tað hann hevur fingið upplýst frá teimum privatu lastbilaførarunum, so er Strandferðslan munandi dýrari. - Er talan um fisk, er prísurin 200 krónur fyri tonsið á teimum vanligu farleiðunum. Men skal koyrast til øki uttan fyri vanligu farleiðina, so verður tað roknað sum leigutúrur, og tá er prísurin ein annar, sigur hann. Ynskja ikki framíhjárætt Heini á Borg vísir á, at teir á SL Farmi skulu reka deildina eftir handilsligum fortreytum, og tað royna teir at gera. Hann sigur víðari, at teir so javnan hoyra hasar pástandirnar um, at bilarnir hjá SL Farmi sleppa ókeypis við skipunum, og at teir hava framíhjárætt. Men tað er ikki rætt, sigur hann. - Vit vilja heldur ikki hava framíhjárætt. Okkara uppgáva er at tæna útjaðaranum, og á Sandi liggur eisini vinnulívið í útjaðaranum. Sandoy Seafood kom til okkara og spurdi, um vit kundu hjálpa teimum við flutninginum, og fyri at hjálpa sandingum aftur at fáa arbeiðspláss í oynni, so vóru vit noyddir at seta nakrar resursir inn, og tað var at fáa flutningin hjá Sandoy Seafood samskipaðan, sigur Heini á Borg. Samskipan ger munin SL Farmur hevur samskipað flutningin soleiðis, at tað ber til hjá Sandoy Seafood t. d. at keypa fisk á uppboðssøluni, og hava hann kláran morgunin eftir. Hóast talan kanska er um 20-30 tons, so ber til hjá SL Farmi at syrgja fyri, at tey hava fisk at arbeiða longu klokkan 800 morgunin eftir fyri at arbeiðið ikki skal steðga upp. Restini kunnu teir so koma við eitt sindur seinni. - Hetta er fyri vanligan prís. Tað, sum vit hava møguleika til fram um teir privatu, er at samskipa flutningin. Eru teir privatu bíligari enn vit, og kunnu teir samskipa flutningin eins og vit, so skuldi einki verið til hindurs fyri, at teir fluttu farmin, heldur Heini á Borg, sum einki hevur ímóti sunnari fríari kapping. - Vit verða eisini kritiseraðir fyri at flyta fisk frá uppboðssøluni vestur í Vágar fyri 25 krónur kilo. Tekur tú ein heilan trailara, sum tekur 24 tons, so fáa vit tað at bera til, tí okkum nýtist ikki at fylla allan trailaran við fiski, ella koyra við hálvtómum trailara. Vit kunnu hava aðrar vørur við eisini - tí ber tað til, sigur Heini á Borg. Rationaliserað bilaparkina Hann vísir eisini aftur pástandinum um, at heilsølan hjá Poul Hansen fær sersømdir frá Strandferðsluni, tí at Strandferðslan hevur tikið yvir bilar frá heilsøluni. - Tað er rætt at vit hava keypt ein bil frá Poul Hansen í sambandi við, at vit hava samansett bilaparkina meira rationelt. Vit fáa tað nú at bera til við farmaflutninginum, men tað virkar sum um summi meina, at vit ikki skulu fáa tað at bera til. Starndferðslan hevur í dag 22 bilar - av teimum 14 stórar bilar, meðan restin eru vøruvognar o. a.. - Vit verða undirdíktir í negativum rekatiónum í øðrum bløðum, og eg haldi tað vera nóg so nógv fyri, at vit skulu jarðleggjast - bara tí at vit fáa tað at bera til - betur enn aðrir. Heini á Borg vísir á, at tað ikki er rímuligt, at SL Farmur skal pakka saman, tí at aðrir hava keypt sær bilar og ikki fáa tað at mala runt. Hann vísir eisini á, at tað eru ov nógvir bilar til í landinum, og at tað fer at enda galið, tí allir fáa tað ikki at mala runt. - Men hvat heldur so Heini á Borg skal gerast, fyri at fáa skila á farmaflutninginum innanoyggja? - Eg haldi, at landsstýrið átti at gjørt skipaðar reglur fyri farmaflutningi, eins og gjørt verður eitt nú í Danmark. Har skalt tú verða góðkendur, fyri at kunna reka farmaflutning - og hava tað >>grøna kortið<<, teir kalla. Í Føroyum er einki krav. Heini á Borg heldur, at ein góðkenning átti at sett krøv til flutningstólini, til fíggjarliga trygd og til roknskaparskyldu o. s. fr., sum gjørt verður aðrastaðni. So var einki at keglast um, heldur hann. At enda sigur Heini á Borg, at SL Farmur tekur sær serliga av teimum fáu tonsunum, sum skulu samskipast gjøgnum fleiri lið, men sum eingin annar tekur sær av. - Hettar er okkara skylda, sigur hann. Men nú er við at koma balansi í, og so fáa vit tað betur at bera til við farmaflutninginum... Strandferðslan kvalir okkum - Tað líkist ongum at ein almennur stovnur sum Strandferðslan skal konkurera móti okkum við undirprísum, sigur ein privat vinnurekandi lastbilaførari, sum leggur strandferðsluskipini undir at geva bilunum hjá Strandferðsluni framíhjárætt, og at teir sleppa við uttan at gjalda - Tað líkist púra ongum, at vit sum reka privatu farmavinnu við vørukoyring kring landið skulu kappast á so ójøvnum føti. Hetta sigur ein privat vinnurekandi lastvognsførari í sambandi við, at hann - og fleiri við honum - kenna seg kroystar av almennu Strandferðsluni, sum við bilum sínum bjóðar viðskiftafólki nógv bíligari flutning, enn teir privatu kunnu gera. - Hatta er tann reina undirskotsforrætning, sum einki annað hevur til endamáls, enn at knúsa okkum, sigur vøruvognsførarin við Sosialin. Bilførarin vil vera við, at SL Farmur rekur rutuna millum Havnina og Sandoynna við undirskoti. - Hendan rutan átti at sambært hesum privata vinnurekandi at givið eitt avkast upp á 250.000 krónur um mánaðin, men við undirbjóðingini hjá SL Farmi gevur hon bara 93.000 krónur, sigur bilførarin, sum heldur lítið um, at skattgjaldarin skal gjalda fyri, at tað almenna konkurerar við privata vinnu. - Skal SL Farmur kappast við okkum privatu vinnurekandi, so eiga teir at gjalda fyri ferjuflutning, sum vit aðrir, og tá vil eg fegin síggja, hvussu bíliga teir kunnu koyra vørur út til viðskiftafólkið, sigur lastvognsførarin, sum ikki dylur fyri, at hann er sera argur inn á Strandferðsluna. Hann vísir eisini á, at Strandferðslan ger serligar avtalur við privatar heilsølur, og at eitt nú heilsølan Poul Hansen í Havn bara nýtir Strandferðsluna, sum eisini av tikið yvir fleiri av bilunum hjá Poul Hansen, sum bæði fær framíhjárætt við Strandfaraskipunum og verður koyrd bíligari.. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Mandela og løgmaður í Amnestybók 10. des. 1998 verða 50 ár síðan Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi varð samtykt. ST hevur lýst árið 1998 at vera mannarættindaár. Amnesty International fer mannarættindadagin 10. des. í ár undir eitt tiltak undir heitinum Get up Sign up... Skrivað verður undir fylgjandi: Eg vil gera alt eg eri ment/-ur at tryggja, at rættindini í Heimsyvirlýsingini um Mannarættindi gerast veruleiki allastaðni í verðini. Øll kunnu vera við í tiltakinum við at skriva navn sítt í eina av bókunum, sum Amnesty hevur latið gera til tiltakið. Fyrstur at skriva verður forsetin í Suðurafrika, Nelson Mandela. Føroyska deildin byrjar herferðina við at løgmaður 10. desember kl. 11.30 sum tann fyrsti í Føroyum skrivar í bókina úti í Landsstýrinum. Bøkurnar koma annars at ferðast runt um landið. Amnesty International, Føroya deild, heitir á tygum um at skriva í bókina, stendur í tíðindaskrivi frá Amnesty International Føroya Deild. Fróðskaparrit 45. bók komin 45. bók av Fróðskaparrit er júst útkomin. Í bókini eru 7 vísindaligar greinar, skrivaðar av føroyskum og útlendskum vísindafólki. Evnini í nýútkomna ritinum fevna um málfrøði, siðsøgu, fornfrøði, plantuvísindi og lívfrøði. Nøvn á seyða- og gásalitum Tollakur Djurhuus hevur savnað og skipað nøvnini á seyða- og gásalitum eftir litskipan, sum Dánjal Jákup Mortensen seyðamaður í Øravík nýtti at kenna seyðin eftir. Afturat hesum skipaða yvirliti er ein listi yvir seyðaskipan, við upplýsing um hvussu vorðin ærin og mamman vóru, og hvussu nógv lomb komu undan. At enda í greinini er ein samsvarandi listi við nøvnunum á gásalitunum. Mukn Hjalmar Petersen viðger í stuttar grein orðið >>mús<<, við støði í armenska orðinum mukn. Rannsóknin í Uppi- stovubeitinum Fornfrøðin hevur ein týðandi leiklut innan føroyska gransking. Í Fróðskaparriti 43. bók greiddi Símun V. Arge fornfrøðingur frá um Mergsogin bein, ið er ein aldargamal matsiður. Hesi bein vórðu funnin undir fornfrøðiligari rannsókn í Uppistovubeitinum í Leirvík, sum greitt verður frá í yvirlitsgrein í hesi útgávu av Fróðskaparriti. Frágreiðingar frá hesi rannsókn eru ætlaðar at verða prentaðar í Fróðskaparriti, so hvørt rannsóknarúrslitini eru tøk. Kannubjølluvísa til matna Í grein nevnd Field Horsetail (Equisetum arvense) as a food plant, greiðir Ingvar Svanberg frá Uppsala Universiteti frá, hvussu fólk í Evropa hava brúkt Kannubjølluvísu til matna. Hugskotið til greinina fekk Ingvard Svanbert eftir at hava lisið bókina >>Forsøg til en beskrivelse over Færøerne<< eftir kvívíksprestin Jørgen Landt, sum kom út í 1800. Eitt ár hjá sandmaðki Sandmaður hevur altíð volt fiskaátarum og -útflytarum stórt høvuðbrýggj. Í greinini Seasonal changes in the infection of young saithe, Pollachius virens, with Anisaks simplex and other helminths viðger Dánjal Petur Højgaard árligu ringrásina hjá sandmaðki, sum eisini legst á seið. Mysidur - krabbaverur Biofar verkætlanirnar hava havt við sær, at Føroyar hava fingið eina fasta havlívfrøðiliga granskingarstøð í Kaldbak, sum er av alstórum týdningi fyri havlívfrøðiligu granskingina, og Fróðskaparrit hevur lovað at hýst greinum frá teimum. Ta fyrstu greinina av hesum slag hava Torleiv Brattegard og Kenneth Meland skrivað. Hon nevnist Mysidacea (Crustacea) in the Faroe area. Í hesi grein verður greitt frá einum ávísum bólki av krabbaverum. Av nøkrum av teimum sermerktu mysidunum eru tekningar prentaðar saman við greinini, og útbreiðslan á landgrunninum er víst á kortum. Yvirlit yvir firvaldar Seinastu 10 árini hevur tann í Føroyum føddi Aarhus-tannlæknin Svend Kaaber savnað firvaldar her á landi. Tað er eydnast honum at finna 51 sløg, sum ikki eru skrásett her áður. Bæði í Fróðskaparriti 41. bók og 44. bóks vórðu greinar eftir Svend Kaaber um firvaldar. Í bóklinginum An annotated list of Lepidotera in the Faroe Islands hevur hann savnað øll tey 108 sløgini í ein yvirlitslista. Doktari í føroyskum evni Fróðskaparrit er einasta vísindaliga tíðarrit í Føroyum. Saman við teimum meira lættlisnu tíðarritunum Frøði, Máltingi og Fiskirannsóknum speglar Fróðskaparrit ein part av tí, sum fíggjarligu játtanirnar til stovnarnar á Debesartrøð hava við sær. Hetta kemur best til sjóndar í greinarstubbanum Scientific publications about the Faroe Islands, 1996, sum fevnir um flestu greinarnar frá 1996. Aftur at hesum verður í brotinum News and Progress umrøddur tann einasti, sum í 1996 gjørdist doktari í einum føroyskum evni, havfrøðingurin Knud Simonsen av Eiði, sum dagliga starvast á Nansen stovninum í Bergen. Loysir seg at gerast haldari Fyri einans 47 oyru um dagin fært tú innlit í tað nýggjasta, ið fer fram innan vísindaliga gransking í Føroyum. Fróðskaparrit kemur út einaferð um árið, og tað árliga haldaragjaldið er kr. 165. Í leysasølu er kostnaðurin kr. 195 fyri ritið. Nýggir haldarar kunnu tekna seg á Setursskrivstovuni, handan Á 5, 100 Tórshavn - tlf.: 15302, fax: 18929 e-postur: univadm@fsf.fo. Árni Olafsson frá sum formaður í Oljuráðleggingar- nevndini Løgmaður hevur gjørt av, at Árni Olafsson, ið síðan várið 1994 hevur verið formaður í oljuráðleggingarnevnd landsstýrisins, fer úr nevndini. Hetta stigið er tikið við tí í hyggju, at Árni Olafsson frameftir burturav skal arbeiða við spurninginum um landgrunsmarkið millum Føroyar og Bretland. Sum nevnt undir løgtingsviðgerðini av uppskotinum til lóg um kolvetnisvirksemi, leggur løgmaður stóran dent á, at marknamálið verður loyst. Hetta verður nú undirstrikað av, at formaðurin í teirri nevnd, ið samráðist um markið, ikki samstundis hevur ábyrgdina av fyrireikingunum til oljuleiting. Sambært avtalu millum uttanríkisráðið og landsstýrið hevur Árni Olafsson síðan várið 1993 havt farloyvi úr uttanríkisráðnum fyri landsstýrisins vegna at standa á odda fyri føroysku/ donsku nevndini, ið samráðist við Bretland um landgrunsmarkið. Løgmaður hevur nýtt høvið at takka Árna Olafssyni fyri hansara arbeiði í oljuráðleggingarnevndini. Arne Poulsen er tilnevndur formaður í oljuráðleggingarnevndini, og samstundis er Petur Alberg Lamhauge tilnevndur nevndarlimur. Norröna leigað út Í seinnu helvt av 80-unum og fyrst í 90-unum varð Norröna fleiri ferðir leigað út til NATO-venjingar. Smyril Line hevur nú aftur gjørt sáttmála um útleigan av Norrönu til eina NATO-venjing. Tað er bretska verjumálaráðið, sum hevur leigað Norrönu frá hálvum februar til hálvan mars næsta ár. Við Norrönu verður full manning, umleið 80 í tali. Áðrenn og aftaná NATO-charturin verða ymsar ábøtur gjørdar umborð. Viking Club verður gjørdur av nýggjum við nýggjum teppum og møblum. Teppini verða skift í øllum gongum og í >>hallini<<, málað verður eisini innan og nýggjar gardinur hongdar upp. Í kabússini verða fleiri maskinur skiftar út. Sum lýst í bløðunum fyri kortum, so fer Norröna í apríl næsta ár ein páskatúr úr Føroyum til London. Farið verður av Havnini leygardagin 4. apríl, dagin fyri pálmasunnudag, og komið verður aftur á Havnina annan páskadag, mánadagin 13. apríl 1998. Áhugin fyri hesum túrinum tykist vera stórur. Einki sett av til barnagarð Rættleiðing til grein í >>Sosialinum<< 4. des. um ætlan hjá Runavíkar Kommunu at byggja nýggjan barnagarð Sum framgongur av omanfyri nevndu grein, so hevur blaðið havt samrøðu við leiðaran av Kongshavnar Barnagarði og Vøggustovu Fríðu Lómstein, og sigur hon m.a. frá, at Runavíkar Kommuna hevur sent ætlan um bygging av barnagarði til Almannastovuna og verður nú bíðað eftir svari haðani. Kongshavnar Barnagarður og Vøggustova er sjálvognarstovnur og verður hann eisini rikin sum soleiðis - har raksturin verður goldin av kommununi, foreldrunum og landinum við ávikavist 30% frá kommununi og foreldrum og 40% frá landinum. Húsaútreiðslurnar, t.d. viðlíkahald, trygging, møguligar rentir og avdráttir av lánum verða goldnar av kommununi og landinum við ávíkavist 40% og 60%. Eins og áður, so hevur stýrið fyri barnagarðin gjørt fíggjarætlan fyri komandi ár og hevur býráðið á fundi 25. sept. viðmælt fíggjarætlanina. Men í viðmerkingunum til uppskotið til fíggjarætlanina søkir stýrið fyri barnagarðin um, at játtaðar verða kr. 100.000 til projektering av nýggjum stovni. Til hendan spurning hevur býráðið ikki tikið endaliga støðu, men hevur mælt stýrinum fyri barnagarðin til at taka upp samráðingar við landsmyndugleikarnar um málið - við atliti til at landið sambært reglurnar um byggjan av slíkum stovni er stórur og avgerandi partur. Til tað, at kommunan hevur lagt grundstykki av til nýggjan barnagarð, kann viðmerkjast, at samb. byggisamtyktina er ávíst øki lagt av til heilsu- sosial- og aðrar almennar tænastustovnar. Sostatt er eisini møguleiki fyri at barnagarður kann byggjast har. Fyri at ongin misskiljing skal vera, so kann stutt sigast, at býráðið ongar pengar hevur avsett til byggjan av nýggjum barnagarði í 1998 - men hetta er kortini ongin forðan fyri at stýrið fyri barnagarðin arbeiðir við málinum soleiðis sum vit hava mælt til. Flest øll eru helst samd um at verandi barnagarður ikki er tíðarhóskandi longur - fyrsta stigi má tí verða at fáa avvarandi myndugleikar at ásanna hetta og at játta neyðuga fígging til nýbygging. f. Runavíkar Býráð Jákup Lamhauge, form. Nýggjur studentaskúli 1. september í ár fylti skúlin 60 ár. Í hesum sambandi var landsstýrismaðurin í skúlamálum boðin til lítla samkomu í skúlanum. Eilif Samuelsen avdúkaði, at ætlanin at umbyggja skúlan var slept, og at ætlanin nú var at byggja nýggjan skúla. Landsstýrismaðurin skal vita, at hann hevur okkara fulla stuðul í hesum máli Broyttar fyritreytir Føroya Studentaskúli varð settur á stovn í 1937, men ikki fyrr enn í 1965 gjørdust hølisviðurskiftini nøktandi. Hetta árið varð skúlabygningurin í Hoydølum tikin í brúk. Nú, 32 ár seinni, er mangt broytt. Í hølum, sum vóru ætlað at vera karmur um skúlagongdina hjá 288 næmingum, eru nú um dagarnar um leið 550 næmingar og um leið 70 lærarar. Aftur at hesum koma onnur starvsfólk, kantinufólk, húsavørðar og fólkini, sum vaska skúlan. So statt hava meira enn 600 fólk sína dagligu gongd í skúlanum í Hoydølum. Skúlin lýkur ikki krøvini Skúlin lýkur ikki krøvini longur. Hølini eru ov fá, ov smá og hartil ótíðarhóskandi. Hvørki vanlig undirvísingarhøli ella fakhøli eru nøktandi. Broytt undirvísingarlag og nýggj tøkni krevja bæði størri og øðrvísi skipað høli. Nýggjar reglugerðir og nýggjar lærugreinir krevja høli, sum ikki eru til. Felagshøli til felagstiltøk og hátíðarhald er einki. Í samkomuhøll skúlans rúmast bara lítil helmingur av næmingunum. Sama er við kantinuni. Lærugreinin ítrótt kann bara virka við stórari vælvild frá ítróttarhøllum og svimjihøllini. Umsitingin hevur út av lagi vánaligar umstøður, og í lærarastovuni eru umstøðurnar soleiðis, at neyvan nakað annað alment arbeiðspláss hevði tikið til takkar við slíkum. Skúlavegin meta mong at vera eina deyðsfellu og parkeringsviðurskiftini eru ikki nóg góð. Umstøður eru ikki til at heingja frá sær yvirklæði. Lærarar hava einki høli at halda fundir í. Høli at tala við næmingar um t.d. uppgávur eru ikki til. Prógvini mugu verða handaði á onkrari ítróttarhøll, tí pláss er ikki fyri foreldrunum í skúlanum. Mállaboratorium og onnur serlig fakhøli eru eingi. Serhøli- til evnafrøði, til teldur og kopitól - eru als ikki nøktandi ella beinleiðis ólóglig. Toiletviðurskiftini eru ikki nøktandi til so nógv fólk. Brunakrøv Umframt skúlabygningin verða eisini gomlu sanatoriihúsini nýtt til skúla. Roynt hevur verið í fleiri umførum at vælt um ella umbygt gamla sanatoriihúsið, men niðurstøðan er alsamt tann sama. Húsið er hvørki hóskandi til undrivísing ella kantinu og er hartil ein brandfella. Brandvenjingar hava staðfest, at hvørki skúli ella sanatoriihús lúka nútíðarkrøv til brunatrygd. Komandi avbjóðingar Um allan heim vita fólk at nú vit nærkast ártúsundskiftinum, eru undirvísing, útbúgving og gransking størstu avbjóðingarnar hjá øllum heimsins londum. Tí taka parlamentarikarar undirvísingarmál í størsta álvara; teir vita, at hetta er spurningur um landsins framtíð. At onkrir føroyskir tinglimir undir fíggjarlógarviðgerðini søgdu tað vera luksus at byggja nýggjan studentaskúla í høvuðsstaðnum, man tí botna í vantandi vitan. Mugu hava okkurt betri at síggja fram til Arbeiðsumstøðurnar eru nú soleiðis vorðnar, at fólkið í Hoydølum má hava okkurt betri at síggja fram til, skal tað orka hetta lagið eina tíð afturat. At byggja nýtt er einasta rætt at gera. Her í húsinum er eingin, sum hevur hugflog at hugsa sær, hvussu ein umbygging skal fara fram, meðan 600 fólk eru í skúla. Ein umbygging verður ov dýr, og úrslitið verður ikki nøktandi kortini. Føroya Studentaskúli tekur ikki bara upp næmingar úr Streymoynni, men eisini úr Sandoy, Skúvoy, Nólsoy, Hesti, Vágoynni, Mykinesi og úr Dímun. Tað er umráðandi, at skúlin mennist og veksur samsvarandi tí tørvi, sum øll hesi øki hava. Einki bendir á, at næmingatilgongdin fer at minka, og tað er sjálvsagt, at størsti føroyski miðnámsskúlin fær tíðarhóskandi hølisviðurskifti. Men ikki bara tað - tíðin krevur tøkniligan útbúnað, sum ikki er tøkur ella ikki virkar nóg væl, sum nú er. Skúlin stendur, hvat ið arbeiðsumstøðum viðvíkur, aftan fyri samsvarandi skúlar í øðrum norðurlondum. Øll hesi krøv verða ikki nøktað við umbyggingum ella útbyggingum. Ein nýggjur skúli eigur at verða bygdur ivaleysa stórur og møguleiki eigur at vera fyri at víðka hann. Vit ynskja landsstýrismanninum góða eydnu við ætlanum hansara, og vit vóna, at aðrir politikarar fara at geva honum dygga undirtøku. Lærararáðið í Hoydølum Nýtt bókaverk um fótbóltslandsliðið Jóannes Hansen og Finnur Helmsdal hava gjørt nýtt og stórt bókaverk um tey 10 árini hjá fótbóltslandsliðnum í altjóða kapping Nýggja bókin um fótbóltslandsliðið fæst nú til keyps í gjár kom nýtt føroyskt bókaverk í sølubúðirnar, og talan er um eitt megnar verk um føroyskan fótbólt. Tað eru teir báðir ítróttarskrivararnir Jóannes Hansen og Finnur Helmsdal, sum hava tikið saman um tey 10 árini, sum føroyska A-landsliðið í fótbólti hevur luttikið í altjóða kappingum. - Higartil hevur eingin samlað lýsing verið av tí, sum er farið fram í landsdystum hesi tíggju árini, síðani Fótbóltssambandið varð tikið upp í altjóða fótbóltsfamiljuna í 1988.Bókin er ein roynd at bøta um saknin av einari bók, har tað ber til at sláa upp og staðfesta, hvussu tað gekk fyri seg, og roynt verður eisini at geva frágreiðingar um, hví tað lagaði seg, sum tað gjørdi, siga teir báðir rithøvundarnir. Fótbóltslandsliðið hevur spælt 51 altjóða skrásettar landsdystir, og 62 spælarar hava umboðað føðilandið hesa meiri enn hálvt hundrað ferðirnar. Í bókini verður greitt frá, hvussu tað gekk fyri seg, tá FSF fekk altjóða limaskap, landsdystirnir verða umrøddir, og í bókini eru ein rúgva av hagtølum frá dystunum og um spælararnar. T.d. eru neyvir upplýsingar um, hvørjir hava mannað mótstøðuliðini, og hvørjir eru skiftir inn og út hjá teimum, sum Føroyar hava spælt ímóti. Samrøður við sentralar persónar Føroysku spælararnir verða ógvuliga gjølla lýstir. Tað fæst at vita, nær teir eru føddir, hvørji feløg teir hava spælt í, hvørji feløg teir hava umboðað tey ymsu árini, nær teir spældu fyrstu ferð á besta liðnum í felagnum, nær teir komu á landsliðið, og hvussu gamlir teir vóru tá, hvussu ofta teir hava verið á landsliðnum og hvussu nógvar dystir og minuttir teir hava spælt í venjingardystum, EM undankappingardystum og í HM undankappingardystum, hvussu nógv mál teir hava skorað, ella hvussu nógv mál eru farin ígjøgnum hjá málverjunum, umframt at tað fæst at vita, hvørja útbúgving teir hava, hvat teir takast við, hvørjum teir eru giftir við, og hvussu børnini hjá teimum eita. Tað eru trivaligar samrøður við formannin í FSF, Torleif Sigurðsson, málverjan, Jens Martin Knudsen, og venjaran, Allan Simonsen. Í serstøkum greinum og stubbum verður gjørt burturúr viðurskiftum, sum hava við mótstøðuliðini og føroyska landsliðið og spælararnar at gera. Øll úrslit og allir málskjúttar í teimum báðum EM undankappingunum og teimum báðu HM undankappingunum, sum Føroyar hava tikið lut í, eru í bókini, og tað verður tikið saman um, hvussu Europa var bólkað í hesum kappingunum, hvørji lond komu í endaspælini og hvussu tað gekk. Bókin er 231 síður. Aftast í bókini eru leitorð yvir persónar og yvir staðarnøvn. Bókin er prýdd við 170 myndum, og 38 av teimum eru í litum. Summar myndir hava verið at sæð í bløðunum áður, men ein stórur partur eru slíkar, sum ongantíð áður hava verið alment frammi. Bókin kostar 248 krónur, og hon fæst í bókabúðunum kring landið. Tað er Forlagið Ítróttarbøkur, sum hevur givið út. Forlagið upplýsir, at teir fara at geva eina aðra bók út í hesum árinum. Talan verður um fótbóltsárbókina. Hon verður greidd til prentingar í hesum døgum, og hon verður at fáa kring landið fyrst í komandi viku. Annika Berg fekk besta úrslitið Badminton: Annika Berg var felagsnevnarin fyri bæði vinnararnar av tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki Seinasta vikuskiftið var sera gott hjá Anniku Berg úr Havnar Badmintonfelag. Hóast hon hevur verið í betra endanum í kappingunum í heyst, so hevur hon ikki verið so heppin hvørja ferð. Menn seinasta vikuskiftið gekk betri. Hon var nevniliga einasti felagsnevnarin millum vinnararnar í bæði tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki. Hjá kvinnunum hava tær báðar Ingun og Borglis av Strondum havt bestu úrslitini higartil, men hesa ferð máttu tær taka til takkar við 2. pláss. Ein av okkara bestu mannligu spælarunum, Jákup Midjord, hevur heldur ikki verið so heppin í heyst, men hesa ferð vóru umstøðurnar ikki til vildar, hann noyddist til arbeiðis áðrenn kappingin var liðug, og endaði hann á øðrum plássi saman við makkara sínum, Erlandi Poulsen. Eitt annað, sum tey badmintonáhugaðu løgdu til merkis hetta vikuskftið, var tað at feðgarnir Hermann og Absalon ikki vóru við. Men hetta var orsaka av skaða, sum Absalon fekk í kappingini Tórshavn Open herfyri. Tá spældi Absalon rættiliga væl, og fleiri eru tey, ið halda, at hevði hann ikki fingið skaða tá, varð hann ivaleyst endaður í finaluni. Nú er bert at vóna, at hann kemur fyri seg skjótt, so hann aftur kann luttaka í Grand Prix-kappingini. Úrslitini Hjá kvinnunum gjørdust Annika Berg og Guðrun Jacobsen úr Havnar Badmintonfelag nr. 1, Borglis Fagradal og Ingun Hansen úr Stráluni gjørdust nr. 2, Elsa og Kristianna Thorkildshøj, HBF, nr. 3 og Annika Godtfred og Guðrið Poulsen, HBF, gjørdust nr. 4. Hjá monnunum vóru tað veteranarnir Gunnar Gregoriussen og Heðin Joensen, HBF, ið vunnu kappingina, Jákup Midjord og Erland Poulsen, HBF, gjørdust nr. 2 og Súni Davidsen og Rani í Líð, HBF, gjørdust nr. 3. Blandaði tvímansleikurin gjørdist ikki liðugur um vikuskiftið, men tað er tó greitt, at Annika Berg og Erland Poulsen úr Havnar Badmintonfelag vinna kappingina. Kappingin verður gjørd liðug í vikuni. Hendan kappingin hjá teimum vaksnu varð hildin hetta vikuskiftið, tí tey vóru stødd í kapping í Íslandi fyri tveimum vikum síðani, tá tey yngru leiktu sín part av Grand Prix-kappingini. Næsta regluliga umfarið av Grand Prix verður eftir nýttár. Viðmerking til minstaforvinning - Vit vilja fyrst av øllum vísa á tað, sum fleiri ferðir fyrr er ført fram, at veiða við línu og snellu skaðar ikki fiskastovnin, og er før fyri at taka so mikið úr fiskastovninum, at veiðan verður lønandi, tó ikki so nógv, at stovninum ikki verður lív lagað. Hevði fiskiflotin verið skipaður við meiri línu- og snellubátum og færri trolarum, so hevði veiðivirðið verið minst líka stórt sum í dag, og vit høvdu tá ikki havt fyri neyðini at havt eitt so dýrt, og so fyri okkum trupult eftirlit, sum vit hava í dag. Í hesum høpi skulu vit bert vísa á, at tá vit endiliga fingu politikarans eygu vend á trolingina á landleiðini, bar væl til, og uttan stórvegis veiðumiss, at umskipa hana, so fiskað varð tað, sum ætlanin alla tíðina hevði verið, nevniliga flatfisk. Hetta sama hevði væl latið seg gjørt í øllum øðrum førum, men til tað krevst, at lóggevandi myndugleikin vísir vilja at loysa tey veruligu problemini, nevniliga at tann flotin, sum fer ringast við fiskastovninum, er ov stórur og ov dýrur, bæði tá hugsað verður um rakstur og ikki minni at endurnýggja. Hyggja vit rundan um okkum síggja vit, at flest alla staðni hava menn sæð hetta og hava tikið avleiðingarnar og lagað flotan so, at hann er betur egnaður at troyta tilfeingið, uttan at tileinkisgera tað. Vit hava roynt at fingið fatur á tí taltilfarinum, bólkurin hevur arbeitt við inntøkutrygdini hevur havt at arbeiða við. Hetta hevur tó ikki borið til, og orsøkin er, at tilfarið er internt. Vit duga ikki at skilja, at almenn tøl bert kunnu vísast fyri summum av bólkunum sum tey umtala, og ikki øllum pørtum. Út frá tilfarinum, sum er í teimum sera fátæksligu fylgiskjølunum til lógaruppskotið, sæst: 1.Bátatalið í bólki 5, sum stuðul er latin til, er minkað úr 292 til 251 bátar. 2.Samlaða manningartalið, sum hevur fingið stuðul, er minkað úr 823 monnum niður í 638 menn. 3.Manningartaið pr. bát er bert vaksið við 0,21, t.v.s. 13%. Út frá omanfyristandandi tølum sæst beinanvegin, at skipanin í sær sjálvum ikki hevur fingið menn frá øðrum arbeiði, av tí at hetta hevur verið meira lokkandi. Hesir 638 menninir hava tilsamans í tíðarskeiðnum 1. juni 1996 til 31. mai 1997 fingið kr. 21.159.661.00 ella í part í eitt ár kr. 33.165.62 ella pr. mann pr. mánað kr. 2.763.81, meðan allir aðrir bólkar hava tryggjaðan minntøkustuðul upp til kr. 18.000.00 um mánaðin ella pr. mann pr. ár kr. 216.000.00. Tølini, sum eru í fylgiskjølunum eru bæði gomul og misvísandi, t.d. sæst týðuliga og klárt hvussu nógv er goldið pr. mann í bólki 5, meðan onki verður greitt frá øðrum bólkum. Vit hava biðið um at fáa at vita, hvat ið teir ymisku bólkarnir hava kostað í almennum peningi ígjøgnum tíðina. Hetta sær ikki út til at bera til at gera upp. Kunnu vit ikki nú fáa at vita hvør bólkur hevur fingið av almennum peningi t.d. seinastu 10 árini? Við øllum tí taltilfari, sum hagdeildin liggur inni við í dag, skuldi hetta væl latið seg gjørt at fingið hesar upplýsingar fram. Møguliga vísir tað, at manningartalið pr. bát er hækkað nakað, at fólk heldur hevur valt hesa skipan, enn at vera í onkrari sosialari skipan, men um mistanki er um hetta, so mátti borið væl til at forða hesum. Tó skal eisini upplýsast, at lógin setur mark fyri, hvussu stóra manning bátarnir kunnu hava. Vit duga tó ikki at síggja, at tað á nakran hátt kemur óvart á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, at inntøkutrygdin er vaksin. Tað má vera sjálvsagt, at bátar, sum royna við snellu, verða skerdir úr at fiska frítt niður til 84 dagar. Og her skal verða mint á, at hesin trupulleikin er skorin út í papp fyri landsstýrismanninum, áðrenn hann trumfaði fiskidagalógina ígjøgnum. At tað nú skal lógfestast, hvat fiskiparturin er, vísir bert hvussu lágt vit standa í metum hjá okkara fólkavaldu. Her skal tó vísast á, at síðan bátsbandið varð slitið, hava vit havt rætt at skipa fyri, hvussu veiðan skal býtast, og at síðan 1943 hevur hesin rættur verið niðurfeldur á pappír. Og skal her boðast frá, at henda rætt lata vit ikki frá okkum við góðum. Vit rokna við, at hetta er komið í lógaruppskotið av óvart. Er tað so, at meiriluti er fyri hesum í tinginum, so kunnu vit lova, at tiltøk verða sett í verk. Og hetta skulu verða tiltøk, sum merkjast. Annars skal upplýsast, at bátarnir í bólki 5 skulu allir yvirfyri Lønjavningargrunninum skjalprógva, at avrokningin til manningina er røtt. Hetta verður ikki kravt av nøkrum øðrum bólki, sum fær inntøkutrygd. Og er við hesum tað burturvíst, sum bløðini og onnur hava ført fram, at her er bert fiskað úr Lønjavningargrunninum. Við vælsignilsi frá Lønjavningargrunninum og Fiskimannafelagnum hava bátar í øðrum bólkum kunnað havt fólk mynstrað uppá bátin, tó at tey ikki hava verið ein dag úti við bátinum. Hetta hevur latið seg gera, tó er treytin at sáttmálin við Fiskimannafelagið verður brúktur, og sum øllum kunnugt, so er inntøkutrygdin eftir tí sáttmálanum nógv størri enn nøkur onnur inntøkutrygd. Um nú nakað skal broytast, krevja vit. 1.At vit skulu hava somu skipanir fyri inntøkutrygd sum aðrir bólkar. 2.Fiskidagatalið hjá bátum, sum rógva við línum, skal hækkast munandi. 3.Fiskidagatalið hjá bátum, sum rógva við snellu, skal hækkast upp í 200. 4.Veiðan fyri bólkarnar 4 og 5 skulu gerast upp, so at bert útróðrarbátar eru í hesum bólkum. Sum nú er verða bólkarnir gjørdir upp við bæði snelluskipum, trolbátum og hummarabátum. Harafturat eru hemarabátar o.a. eisini í hesum bólkum. Samanumtikið skal sigast, at vit við opnum sinni hava roynt at funnið loysnir saman við bólkum settum av landsstýrinum. Vit hava gingið við til at seta tiltøk um fiskidagar o.a. í verk, tí vit hava havt skipanir, sum hava verið til hjálp hjá teimum, sum eru raktir av hesum tiltøkum. Nú kemur so fiskimálaráðharrin og sigur inntøkutrygdin hjá okkum er ov høg, eftir okkara metan er hetta bert undanførsla, fyri at nýta okkara inntøkutrygd at geva øllum fiskimonnum skattalætta. Betur hevði sømt seg fyri eitt borgarligt landsstýri, at minka um almennar lønir heldur enn at latið tær vaksið við kr. 35 mill. kr. í sama tíðarskeiði sum sama landsstýri grætur um at inntøkutrygdin er vaksin við 16 mill. kr. Hetta er ikki fyrsta ferðin, at lóggávuvaldið sleppur sær undan hesum avtalum, sum gjørdar eru við okkum. Vegna Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna Essa Petersen Martin Strøm Vágatunnil og uttanlandsskuld okkara! Her skal bert gerast ein lítil viðmerking til vágatunnil og uttanlandsskuld okkara. Hví skulu vit tvinna hesi bæði mál saman? Skal okkara uttanlandsskuld forða øllum virksemi í landinum við nýggjum íløgum, so er bara eitt at gera, vit steðga at gjalda hesa skuld. Hvat siga danir tá? Teir hava sjálvir lagt upp til hesa strategi. Hvør hevur sagt ja til øll hesi lán? Tað eru okkara bankar og teir eru allir sum ein á donskum hondum. Oman á alt er eisini eitt danskt bankaeftirit. Úrslitið er vánaligt. Nei, ikki skulu danir til at súgva oljupengar frá føroyingum, teir hava nóg svartar fingrar sum er í okkara samfelag. Vágatunnil ella ikki mugu vit sjálv avgera, men uttanlandsskuldina lata vit danir um, hon er meir og minni kroyst oman yvir okkum av hesum somu. Dia Ellindsson, tjóðveldismaður, Runavík Dimma - ein skomm Í meir enn hundrað ár hevur Dimma sjálvkravd átikið sær at tryggja donskum máli heimarætt í Føroyum. Ein skammiligur setningur, tá øllum er kunnugt stríðið at vinna móðurmálinum henda sjálvsagda rætt. Enn í dag hendir, at leiðarin er skrivaður á miseydnaðum Oehlenschlæger-donskum, ein relikt, ið eftir øllum at døma hevur yvirlivað á Dimmu aftan á danska em-bætismannaveldið. Annað er so tað ótrúliga óbúna innihaldið og málbrúkið í leiðaranum. Leygardagin 6. des. - og hetta er ikki eindømi - verður løgtingið kallað vaksnamannabarnagarður, umsitingin ein sugga, politiska orðaskiftið verður nevnt politiskur greytur ella politikaratvætl. Alt væl hóskandi í eini tineygjaraveitslu, men als ikki í leiðaranum á Føroya størsta blað. Leiðarin endar við eini láturliggering av undirsjóvartunnlinum. Upp á spott verður mælt til at gera tveir. Vágafólk leggja ikki í meira enn tann eina. Harafturímóti fara vit at mæla til, at kvívíkingar - teir eru raskir at rógva - verða bidnir at skjútsa sambandsmenn um Sundið. Tá kann Dimma aftur kalla seg Amtstidende for Færøerne. Eingin er fullspottaður, fyrr enn hann spottar seg sjálvan. Herálvur Jacobsen Sørvági Politikkur og haruskjóting Teir kappast í hesum døgum á vøllinum.Tað snýr seg um at koma við til HM í Fraklandi. Í skrivandi løtu liggja teir reyðu á fyrstaplássi. Um vit skulu leggja nakran djúpari týdning í tað, kann hvør einstakur døma um. Tað kemur meir enn so fyri, at tað gula kortið er frammi í hesum kappleiki, men tað reyða kortið er meira álvarsamt, tá skal ein út av vøllinum. Tað er eisini álvarsamt á tí politiska vøllinum í hesum døgum, nú vit nærkast endanum á valskeiðnum. At tað gula kortið fleiri ferðir hevur verið á lofti er eingin loyna, men nú hendi so tað, at ein landsstýrismaðurin fekk tað reyða kortið og mátti sostatt fara av tí politiska vøllinum, men til alla lukku er hann so mikið væl fyri, at hann ætlar sær niðan í fjøllini at skjóta harir og harvið halda kondiina viðlíka til næstu uppstilling. Líkindini eru av teim bestu í hesum døgum. Og tá sjálvstýrisflokkurin tekur allar sínar spælarar av vøllinum kann ein rokna við, at harurnar fáa av at vita, um Álvur fer við byrsuni. Tað tykist í skrivandi løtu verða ivasamt, um nýggir spælarar fáast til keyps, og tað eru fleiri, sum hótta við at siga upp, um teir ikki fáa í minsta lagi 200 milliónir fyri at spæla víðari, og teir eru væl stuðlaðir av sínum viðhaldsfólkum eftir, hvat, ið frættist. Vit, sum sita uttanfyri vøllin, halda okkum bara passivar, inntil vit verða boðsendir at koma til valborðið og niðurteljingin er byrjað til henda stóra dag. Tað verða nógv borð dekkað í hesum døgum, jólafrokostarnir eru í hæddini og rættirnir eru nógir at velja ímillum, hvat menyin verður á veljarans borði hesa ferð, man verða meira ivasamt, men vit hava hoyrt, at skattalætti til sjómenninar er ein rættur, sum ætlanin er at borðreiða við, men ikki uttan protest frá teim arbeiðandi konunum hjá sjómonnunum, so tað er ivasamt hvussu stemningurin verður við betta borðið, men tað liggur fast, at Ingeborg og Karl vilja eisini sleppa at servera. Á strandferðsluborðinum tykist at verða meira slunki í hesum døgum, tað er ivasamt, um tað verður nakar jólafrokostur at borðreiða við. Undirsjóðartunnil ella ikki men eitt er vist, at ynskiseðlarnir eru nógvir til jólahátíðina hjá børnum og vaksnum, men tað verða neyvan øll ynskini uppfylt. Hvussu tað verður hjá vágamonnum kemur tíðin at vísa, men eitt er vist, at farleiðin um sundið kemur at standa á menyseðlinum inn í 21. øld, og Sam kemur nokk at gera nakrar túrar aftrat. Malmberg D. Olsen Vísið í verki... Amnesty International deildir fara 10 desember undir herferð, har øll verða biðin um at undirskriva, at vit hvør í sínum lagi vilja tryggja mannarættindini, sum tey eru lýst í alheimsyvirlýsing ST frá 1948... Árið 1998 er lýst altjóða mannarættindaár at verða. Fimti ár eru liðin síðani, tann 10. desember 1948, at heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða var undirskriva. Amnesty International deildir um allan heim byrja í hesum sambandi herferð á mannarættindadegnum 10. desember í ár undir herrópinum Get Up, Sign Up, (vísið í verki) og varir henda í eitt ár. 10. desember næsta ár, tá ið heimsyvirlýsingin er fimti ár, verður samkoma í París har m.a. ST aðalskrivarin kofi Annan verður hjástaddur. Her fer Amnesty International at handa ST heimsins stórstu bók, har væntandi minst fimm milljónir fólk hava undirskriva umbøn um, hvussu bundin heimurin er at halda alheimsyvirlýsingina. Herferðin Hvør Amnesty International deild hevur fingið hópin av bókum í A5 stødd har tú og eg og øll tey, ið eru var við herferðina, kunnu skriva undir henda tekst: >>Eg vil gera alt tað eg eri ment/ur fyri at tryggja at rættindini í alheimsyvirlýsingini um mannarættindi gerst veruleiki um allan heim.<< Hetta er ikki ein umbøn, men eitt lyfti um at eisini vit, hvør í sínum lagi, skulu tryggja mannarættindini. Hetta bindur okkum... Bøkurnar Tað eru um 50.000 slíkar bøkur á A5 stødd sendar runt um í heiminum, umframt eru tað latin í minsta lagi ein bók á A2 stødd til hvørja tjóðardeild fyri at kendir persónar, tað veri seg stjórnarleiðara, politikara, filmsstjórnir, ítróttarfólk, listamenn og persónar, ið annars mynda samfelagið kunnu undirskriva. Hetta kanska serliga fyri at fólk, hervið vísa herferðini stórri ans. Føroya deildin byrjar sína herferð úti í landsstýrinum og annars fara bøkurnar runt um landið. Amnesty International fer eisini at samskifta við t.d. Ungmannafeløg og felagsskapin The Body Shop um at fáa undirskriftir til vega. Meiningin er so at senda allar bøkurnar aftur til høvuðsskrivstovuna í seinasta lagi 16. novembur næsta ár, har allar bøkurnar verða savnaðar til heimsins størstu bók. Henda verður um 16 metrar x 11 metrar x 2 metrar. Saman við bókunum á A2 stødd verður so frágreiðing givin um hvørjir >>front<< persónar hava undirskriva, møguliga hví teir velja at undirskriva. Herferðin byrjar við at Nelson Mandela undirskrivar, vónandi eggjar hetta nógvum øðrum at gera tað sama. Hvør bókin fer at hava minst 100 undirskriftir, og verða tað væntandi fimm milljónir undirskriftir tá ið avtornar. Stovnanin av AI Amnesty vil eisini heita á teg mannarættindadagin 10 desember, um at seta kertuljós í gluggan fyri at minnast samvitskufangarnar, og tey, ið eru fyri órætti. >>Hetta ljós brennur ikki fyri okkum, men teimum, ið vit ikki kláraðu at bjarga úr fongsli. Teimum, ið vóru skotin ávegis í fongsul. Teimum, ið vóru pínd. Teimum, ið vóru rænd. Teimum, ið >>hvurvu.<< Fyri teimum brennur ljósið...<< Soleiðis tók Peter Benonson til, ið byrjaði herferðina >>Appeal for Amnesty<< saman við nøkrum vinum í London 28. maj 1961. Henda gjørdist so væl umtókt, at teir seinni sama ár avgjørdu at kalla felagsskapin AMNESTY INTERNATONAL. Felagsskapurin breiddi seg skjótt um Evropa og heimin sum heild, og í 1965 var Føroyska deildin stovna. Hon er sostætt ein hin elsta og við sínum knapt 700 limum stórsta í heiminum í mun til fólkatalið. Allar Amnesty International deildirnar starvast undir somu reglugerðum, og eru tað serliga greinarnar 3, 5, 9, 18 og 19 í alheimsyvirlýsing ST, sum Amnesty hugsavnar seg um. Lutaseðlasøla Amnesty International fíggjar sítt arbeiði serliga við limagjaldi, men fleiri tiltøk fyri at fáa pening til vega er eisini, umframt at fólk lata peningaupphæddir til gávis. Eitt afturvendandi evni tey seinnu árini hevur verið lutaseðlasøla. Tað er girokort sent í hvørt hús, har tú síðani kann fara á posthúsið at gjalda fyri teir lutaseðlar tú ynskir. Høvuðsvinningurin er at ferðast sum tær lystir fyri 15.000 kr. Seinasta freist at gjalda er 12. desembur, lýst verður í bløðunum 17 desembur, hvør hevur vunnið. Sum formaður felagsins tey seinnu árini fleiri ferðir hevur ført fram, so kosta mannarættindi pening - nógvan pening, so gott er við stuðli, sum fer óskerdur til arbeiði. ST samkoma Herferðin, sum fer í gongd 10 desember varar sum nevnt í eitt ár, men møguleiki er tó allatíðina at fylgja við, hvussu nógv í heiminum hava skriva undir í bókunum, tí fjórðu hvørja viku verður frágreiðing um gongdina sent høvuðsskrivstovuni, sum síðani almannakunngerð tølini, um nakar almennur persónur hevur undirskriva og um áhugaverd tiltøk, ið samband við bøkurnar og herferðina. Altjóða samskipanarnevndin hjá Amnesty International ætlar; sum nevnt, at geva ST tær um 5 milljóna undirskriftirnar á eini serligari samkomu hjá ST, ið verður 10. desember næsta ár. Henda verður helst í Paris, men nærri frættist frá hesum seinni. Get up, sign up! Ynskir tú at gerast limur ella vita meir um Amnesty international so er endiliga at seta teg í samband við Amnesty International Føroya Deild á tlf. 15816, skrivstovan er opin týsdag og hósdag ávíðkavíst kl 8.30­12.30 og 8.30­16.30 á Bryggjubakka 14. At enda vil Amnesty heita á øll um at skriva undir í bókini, ið verður at finna runt um í landinum og vísa mannarættindunum ans í gerandisdegnum. Get Up, Sign Up... Teir sjómenn sum eru ringast fyri mugu fáa størsta skattalættan Hetta er ótrúliga órættvíst. Og skal uppskotið um skattalætta til fiskimenn brúkast til útgangsstøði, fara vit at seta tríggjar treytir, sum fara at gera tað rættvísari. Fjórða treytin verður, at tey lágløntu á landið eisini fáa ein skattalætta Javnaðarflokkurin fer ikki uttan víðari at taka undir við uppskotinum um skattalætta til fiskimenn. ­ Men skal uppskotið brúkast sum eitt útgangsstøðið, fara vit at seta fram fleiri treytir. Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins sigur, at flokkurin hevur mangan víst í verki, at hann unnar fiskimonnum so góð kor sum møguligt. Men hann er kortini sera ivasamur at veita fiskimonnum skattalætta eftir uppskotinum hjá landsstýrinum. ­ Fyri tað fyrsta er uppskotið ótrúliga órættvíst ímóti teimum fiskimonnum, sum forvinna minst, og sostatt hava mest brúk fyri skattalættanum ­ Og harafturat fara vit at krevja, at láglønarbólkarnir á landi verða tiknir uppí. Tá ið málið um skattalætta til fiskimenn var til viðgerðar í tinginum mánadagin segði Jóannes Eidesgaard, at hetta var ein nýggj, og ikki vandaleys, kós í skattapolitikkinum. ­ Í hesum føri er ikki ætlanin at lata skattalætta eftir føroysku fíggjarorkuni, men eftir fíggjarorkuni hjá okkara grannalondum og tað er skeivt, segði Jóannes Eidesgaard. ­ Serliga vandamikið er hetta um grannin er fíggjarliga sterkur, og um tann bólkur, tað snýr seg um, hevur ein annan týdning í grannalondunum, enn hann hevur hjá okkum. ­ Noreg er eitt av heimsins ríkastu londum. Og fiskivinnan í Noregi hevur ikki nær og námind tann týdning fyri norska samfelagið, sum okkara fiskivinna hevur fyri tað føroyska. ­ Harnæst er fiskivinnan í Noregi bara ein trupulleiki í einum ávísum parti í Noregi, nevniliga Norðurnoregi. ­Annars frættist úr Noregi, at nýggja miðstjórnin ætlar at taka serliga fiskimannaskattin av, legði Jóannes Eidesgaard afturat. Hann segði, at teir føroyingar, sum vóru farnir til Noregs vóru farnir av tveimum orsøkum ­Summir eru farnir av tí at teir ikki fingu kans við føroyskum skipum. Men serliga eru teir farnir av tí at teir verða nógv lagaligari skattaðir í Noregi, og tí fáa teir meiri burturúr. Hann roknaði ikki við, at tann seinni bólkurin fæst heimaftur fyri tað um hetta uppskotið verður samtykt, tí fiskimenn í Noregi fara framvegis at verða nógv lagaligari skattaðir. Tað verður eitt upptak Jóannes Eidesgaard ávaraði eisini samgonguna um, at tað fór at enda galið, hildu tey ikki uppat at gjara út og at yvirbjóða hvønn annan fyri at fiska atkvøður. ­ Anfinn Kallsberg heldur, at tað, sum fiskimenn fáa í skattalætta, fer til forbrúk og tað fer at geva landskassanum meiri inntøkur í mvg. ­ Hetta sigur hann ímeðan handilsjavnin versnar so skjótt, at tað verður ikki longi til tað verður undirskot á honum. ­Tí átti Anfinn Kallsberg heldur at havt eitt vakið eyga við forbrúkinum. ­ Tað er løgið at hugsa sær, at í Danmark hevur akkurát verið hart, politiskt stríð um at tálma nýtsluna. Men í Føroyum verður ikki latið um vón. Hann vísti á, at ætlaði skattalættin fer at kosta landskassanum 28 miljónir, og hann spurdi fíggjarmálaráðharran, hvussu hann hevði hugsað sær, at landskassin skuldi sleppa burturúr tí. ­ Vit hava bundið okkum til at hava yvirskot á fíggjarlógini í 1998. Og soleiðis, sum landið nú liggur, restar nógv í, enntá á pappírinum. ­ Og tá havi eg ikki tikið íløgur í undirsjóvartunnil við, segði Jóannes Eidesgaard. Hann minti eisini á, at samstundis, sum vit tosa um skattalætta og undirsjóvartunnil, er stór kreppa í heilsuverkinum. Tey gomlu fáa ikki neyðugu røktina og tey sálarliga veiku verða rikin á dyr. Jóannes Eidesgaard segði, at tað er eitt stórt vónbrot hjá nógvum at síggja, hvussu ótrúliga lint, landsstýrið hevur verið, síðani fólkaflokkurin kom uppí. ­ Stutt sagt hevur fíggjarpolitikkurin ikki verið annað enn ein endaleysur streymur av útgjaringum. ­ Og nú tykist sum um tingmenninir eisini eru farin uppí eina kapping um at yvirbjóða hvønn annan. ­ Eitt er í hvussu so er greitt: Hvør tað enn verður, sum tekur yvir í Tinganesi aftaná hetta stýrið, koma tey undir eitt fíggjarligt upptak av eini aðrari verð. Tí sum nú er, rennur línan bara út, segði Jóannes Eidesgaard. Eykabyrða uppá 14 miljónir Hann nevndi eisini truplu støðuna, kommunurnar koma í. ­Hvussu hevur landsstýrið hugsað sær, at kommunurnar, og serliga tær við 23% í kommunuskatti, skulu klára eykabyrðuna uppá 14 miljónir, sum tær missa um fiskimenn fáa skattalættan. Harafturat hava tær fingið eina eykabyrðu uppá fimm miljónirnar, av tí at teirra partur av barnaansingini er dýrkaður. ­ Kommunurnar hava akkurát lagt fíggjarætlanina fyri komandi ár, og ásett skattaprosentið. So tað fer at tátta í hjá nógvum kommununum. ­ Tað skal vera løgið um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og landsstýrismaðurin í kommunumálum yvirhøvur tosa saman. Og gera teir tað, er støðan uppaftur løgnri. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað er sum um vit eru farin frá at hava eitt landsstýrið, sum tók avgerðir í felag, til at hava seks ella sjey sjálvstøðug landsstýri, har ið hvør ikki veit av øðrum. ­ Tað var so ikki ætlanin við nýggju stýrisskipanarlógini, skoytti hann uppí. Órættvísur skattalætti Tað, sum Jóannes Eidesgaard serliga hevur ímóti hesum uppskotinum um skattalætta, er, at tað er sera órættvíst. Eftir uppskotinum, verða fiskimenn skattaðir av 85% av inntøkuni. Tvs, at ein sum forvinnur 100.000 krónur verður skattaður av 85.000 krónum Ein, sum forvinnur eina miljón, verður bara skattaður av 850.000, og tann, sum forvinnur tvær miljónir, verður bara skattaður av 1,7 miljón, tvs, at hann fær 300.000 krónur óskerdar í lumman. ­ Júst hetta er sera órættvíst, og vit kunnu als ikki taka undir við einum slíkum uppskoti, uttan at seta eitt hámark á. ­ Tað er eisini ein stórur bági í uppskotinum, at teir, sum fáa partar av inntøkuni úr lønjavningargrunninum verða við skerdan lut, tí inntøkur frá lønjavningargrunninum eru ikki umfataðar av skattalættanum. Somuleiðis fýltist Jóannes Eidesgaard á, at eisini útróðrarflotin er fyri skerdan lut í hesum sambandi. ­ At teirra inntøkutrygd samstundis verður munandi skerd, styrkir tann varhuga, vit hava av, at landsstýrið ætlar heilt at halda útróðrarflotan uttanfyri. Seta kílar ímillum Jóannes Eidesgaard segði, at enn einaferð hevur tað eydnast fólkaflokkinum at seta kílar ímillum ymsar samfelagsbólkar ­ Í hesum føri hevur tað eydnast teimum at seta verkafólk upp ímóti fiskimonnum. ­ Hetta er ein ótrúliga ódámligur, politiskur arbeiðsháttur. At so fiskimálaráðharrin samstundis hóttir við at seta tiltøk í verk ímóti teimum feløgum, sum ætla sær at mótmæla, ger bara støðuna enn verri. Krevja hýrurnar niður Jóannes Eidesgaard ávaraði eisini fiskimenn um, at hesin skattalættin fór neyvan at verða ókeypis. Hann minti á kongstanka fólkafloksins um at seta lønirnar niður. ­Beint nú er tosið um lønarniðurskurð ikki so nógv frammi. ­ Men eingin skal ivast eina løtu í, at ætlanin at seta lønirnar niður er ikki slept. Hetta er dulda endamál fólkafloksins, sum hann fer at draga fram, táið skattalættin er samtyktur. ­ Tá skulu manningarfeløgini vita, at reiðararnir fara at krevja, at hýrurnar verða settar niður. ­ Møguliga fer fiskimannafelagið at klára frísak, men yvirmannafeløgini klára tað neyvan. Vit seta fýra treytir Jóannes Eidesgaard sigur, at skal uppskotið hjá landsstýrinum brúkast sum útgangstøði fer Javnaðarflokkurin at seta ymsar treytir: 1: Loft, ella hámark skal setast á, so at inntøkur yvir eitt ávíst krónutal, fáa ikki skattalætta. 2: Skattalættin skal eisini fevna um inntøkur frá lønjavningargrunninum so at tær lágu inntøkurnar hjá fiskimonnum, og serliga hjá útróðrarmonnum, fáa ágóðan. 3: Skattalættin skal verða progressivur, so at tær lágu inntøkurnar fáa størsta lættan, men at lættin minkar so líðandi, til hann at enda heilt fellur burtur, táið komið er uppundir hámarkið. 4: tey skattligu viðurskiftini hjá teimum lágløntu, tímaløntu á landi skulu takast við. Tað ber snøgt sagt ikki til, at ein bólkur í samfelagnum skal fáa skattalætta, sum mangan er hægri, enn øll lønarinntøkan hjá teimum, sum arbeiða á landi. ­ Hetta má takast við. Alt annað er ósømiligt. Tí hesi hava hóast alt verið her øll kreppuárini, við teimum óhepnu avleiðingum, tað annars hevur havt. Eitt sindur av skattalættanum til pensjón At kom Jóannes Eidesgaard við einum uppskoti, sum hann bað fiskimenn hugsa um. Hann vísti á, at tá ið tað kemur til pensjónsviðurskifti eru fiskimenn serstakliga illa fyri, serliga tí tað mangan er neyðugt at gevast í hampiliga góðum árum. Tí kundi tað verið vert at umhugsa, serliga hjá fiskimannafelagnum, og hinum manningarfeløgunum, um tað ikki var eitt hugskot at sett ein part av skattalættanum í ein pensjónsgrunn, so tað ikki fór til forbrúk, men til eina pensjón. Hann heldur, at politiskt átti hetta hugskot at fingið nakrar tankar, hóast talan var um eitt fakfelagsmál. Annars mælti hann esini til at brúkt Ísland og Danmark sum fyrimynd. ­ Tað kundi verðið gjørt við at latið fiskimonnum eitt fast gjald fyri hvønn mynstraðan dag. Fáa ikki tíð Annars fýltist hann á, at tingmenn fáa so lítla tíð at viðgera málið so nágreiniliga, sum tað hevur uppiborið. ­ Tað ringasta, sum kann henda, er at samgongan fer at trumfa málið óviðgjørt ígjøgnum tingið. Tí tá verður neyðugt hjá øðrum at koma afturum aftur, sigur Jóannes Eidesgaard. Formaður fyri tíggjundu ferð Óli Jacobsen er valdur til formann í Føroya Fiskimannafelag fyri tíggjundu ferð. Tá hann hevur sitið hetta komandi skeiðið, hevur hann verið valdur formaður í Fiskimannafelagnum í 30 ár Óli Jacobsen er enn einaferð afturvaldur til formann í Føroya Fiskimannafelag. Hetta er níggjunda ferð, Óli Jacobsen er afturvaldur, og er hann sostatt tilsamans valdur tíggju ferðir til formann í felagnum. Tá freistin at stilla upp var úti klokkan 16 mánadagin, var bara eitt valevni uppstillað. Tað var verandi formaðurin, Óli Jacobsen, og heldur hann sostatt fram eitt skeið afturat. Hvørt formansskeiðið er trý ár, og hevur Óli Jacobsen tí sitið 27 ár sum formaður, og tá komandi skeiðið gongur út, hevur hann verið formaður í Føroya Fiskimannafelag í 30 ár. Burtur av hesum skeiðnum skal roknast tíðin, hann sat sum landsstýrismaður fyri Verkamannafylkingina. Men tá var hann kortini valdur formaður í Fiskimannafelagnum. Óli Jacobsen sigur, at umstøðurnar eru rættiliga nógv broyttar, síðan hann fyrstu ferð varð valdur formaður. Tey fyrstu 20 árini, hann sat í starvinum, varð orðaskiftið sakligt og undirbygt, sigur Óli Jacobsen. Tá var arbeiðstíðin brúkt til at vinna fram á við sakligum argumentum. >>Men seinni, í nítiárunum, gjørdist arbeiðslagið heilt ørðvísi. Tá var ein óklárur við alt og øll,<< sigur Óli Jacobsen og nevnir serliga John Petersen, landsstýrismann. Tað var soleiðis, sigur Óli Jacobsen, at hesa tíðina tóktist tað, sum politikkararnir skiltu uppgávu sína soleiðis, at alt sum æt verkafelag, var av tí ónda og skuldi forkomast. Tey fingu skyldina fyri alt tað ringa, sum hendi, sigur hann. Verkamannafylkingin Nú eru viðurskiftini við at stabilisera seg aftur, sigur Óli Jacobsen. Hann sigur, at nú hevur Fiskimannafelagið aftur góð viðurskifti við allar flokkar á Tingi. Men tað kann tó ikki dyljast, at seinastu trý árini hava verið nakað heilt serligt. Øll vita, at formenninir í teimum báðum stóru verkamannafeløgunum, Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag, hava sitið rættiliga illa um sátt, síðan tey saman stovnaðu Verkamannafylkingina, og bæði vórðu vald á Løgting. Men Óli Jacobsen angrar ikki, at Fylkingin varð stovnað tá. Tað valið gav hinum politikkarunum ein sovorðnan kvøkk, sigur Óli Jacobsen, at teir nú taka verkafeløgini meira í álvara, enn áður. >>Og um vit nú fáa hendan nógv umtalaða skattalættan, hevur ikki alt verið til fánýtis,<< sigur Óli Jacobsen. Men hann harmast um, at tað hevur tókst sum fremsta uppgáva hjá nógvum politikkarum at eyðmýkja feløgini við at royna at halda tey uttan fyri alla ávirkan. Ósemjan At tað hevur verið opin ósemja millum Fiskimannafelagið og arbeiðarafeløgini, hava arbeiðarafeløgini alla skyldina av, sigur Óli Jacobsen. Tey hava við sínum illvilja ímóti, at fiskimenn skulu vinna sær rættindi, skapt hetta stríðið. Men formaðurin í Fiskimannafelagnum hevur fingið ótrúliga góða undirtøku frá sínum limum, sigur hann. Óli Jacobsen sigur, at tá hugt verður aftur á hesi árini, kann hann bert siga, at tey hava verið til gleði. Hann hevur verið umgyrdur av einum skara av ótrúliga loyalum monnum. Bæði í stjórnini og vanligum limum. Meðan vit tosaðu saman, kom eitt telefax frá manningin á einum rækjuskipi undir Eysturgrønlandi, sum stuðlaði Óla í arbeiði hansara fyri skattalættanum. Verri er við hinum feløgunum, sigur Óli Jacobsen. Tey hava koyrt eina hetz móti Fiskimannafelagnum. Og har er skapt ein gjógv, sum ring verður at fylla aftur. Har er ógvuliga lítið til felags, sigur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag. Álitisstørv Sum formaður í Føroya Fiskimannafelag hevur Óli Jacobsen skapt altjóða sambond. Millum annað er hann formaður í fiskimannadeildini hjá altjóða flutningsarbeiðarafelagnum, ITF. Og sum slíkur hevur Óli ferðast víða um úti í heimi og eisini onkuntíð fingið onkra stóra uppgávu. Til dømis varð hann biðin um at átaka sær uppgávuna sum semingsmaður í eini trætu, sum var millum Bretland og Argentina. Hetta var nakað eftir Falklandskríggið, sum var í 1982. Tað ræður um at vera fyrireikaður til at taka móti tí, sum kemur. Og tað liggja nógvar avbjóðingar í komandi skeiði, sigur Óli Jacobsen. Tá hann byrjaði, sum felagsformaður í 1971, sigur Óli Jacobsen, vóru ongar avmarkingar nakra staðni. Soleiðis er ikki í dag. Nú skal samráðast um hvønn stert, fiskast skal. Og eisini onnur mál eru fyri. Mál sum eftirløn og arbeiðsumhvørvi eru slík, sum nógv verður tosað um nú. Og eitt annað mál, sum eisini nógv verður tosað um nú, og helst meira fer at verða seinni, er oljuvinnan. Neyðugt verður at viðgera oljuvinnu mótvegis fiskivinnu. Og nevnd er sett, har millum aðrar Óli Jacobsen fer at taka hendan spurningin upp. Óli Jacobsen hevur áður sagt, at tá hetta valskeiðið er av, fer hann at taka seg úr politikki. Og nú, hann er afturvaldur til formann í eitt trýáraskeið, sigur Óli Jacobsen, at tað er endaliga avgjørt, at hann stillar ikki upp aftur til komandi løgtingsval. Dagny Joensen Dagny@sosialurin.fo KrF er ikki fyri ES-limaskap Sambært Útvarpinum verður Jákup Olsen formaður í uttanlandsnevndini fyri Helenu Dam á Neystabø í Sjálvsstýrisflokkinum, sum fór úr samgonguni Eftir hvat skilst, so verða nýggju nevndinar valdar næsta mánadag. Hóast tinglimir fyri okkum hava sagt, at teir ikki kunnu upplýsa hvussu teir hava hugsað sær at býta nevndarsessirnir, so er líkt til, at Jákup Olsen, tingmaður fyri KrF, skal vera formaður í uttanlandsnevndini, fyri Helen Dam á Neystabø. Jákup Olsen er ikki so fegin um at tosa um hetta, áður enn at málið hevur verið viðgjørt í tinginum. Ikki fyri ES-limaskapi - Hvønn politkk hevur KrF ført í sambandi við ES. Eru tit fyri ella ímóti ES-limaskapi? - Tað er einki loyndarmál, at KrF ikki er fyri ES-limaskapi. Vit halda fast við, at ein haldgóð handilsavtala við ES er besta loysn, sigur Jákup Olsen. Til Haag um ikki semja fæst Tingmaðurin fyri KrF hevur verið næstformaður í uttanlandsnevndini, og um undirgrundarspurningin sigur hann, at tað helst skuldi fyriligið eitt úrslit skjótt. Hann heldur, at um føroyingar ikki kunnu fáa semju við bretar, so skal málið leggjast fyri dómstólin í Haag. Nyrup kemur til Føroya 6. januar Ríkisfundur millum Grønland, Føroyar og Danmark verður 6. januar í Havn. Seinni í 1998 kemur forsætisráðharrin á almenna vitjan í Føroyum Í tíðindaskrivi týsmorgunin verður upplýst, at Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, Jonathan Motzfeldt , landsstýrisformaður, og Edmundur Joensen, løgmaður, hava gjørt avtalu um at halda ríkisfundir upp á skift í Føroyum, Grønandi og í Danmark. 6. januar 1998 verður Ríkisfundurin í Havn. Í 1999 verður hann í Grønlandi og í Danmark í ár 2000. Í hesum sambandi sigur Poul Nyrup Rasmussen í tíðindaskrivinum: Í virðing fyri felagsskapinum - Eg eri fegin um, at vit í semju hava avtalað eina skipan, sum virðiliga leggur dent á grundarlagið fyri ríkisfelagsskapinum. - Eg gleði meg at koma til Havnar og at luttaka á fundinum, hitta Landsstýrið og teir føroysku politikararnar. Umframt hesa vitjanina í sambandi við Ríkisfundin, havi eg tikið ímóti innbjóðing at vitja Føroyar seinni í 1998, sigur Poul Nyrup Rasmussen í tíðindaskrivinum. Skrivarin hjá løgmanni letur okkum frætta.... Sosialurin royndi at fáa viðmerking frá Edmundi Joensen, løgmanni, eitt nú fyri at vita, hvussu Ríkisfundurin verður skipaður, og hvørji evni eru á dágsskránni. Tíverri var løgmaður ikki at hitta, tí hann hevði so nógv at gera í gjár, men Maiken Poulsen skrivari, svarar uttan himpr fyri løgmann: - Ríkisfundir eru óformellir.Stjórnarleiðararinir hittast at tosa sínamillum, men eingin dagsskrá ella annað formligt, er grundarlag undir Ríkisfundunum, sigur skrivarin hjá løgmanni. So er bert at vóna fyri løgmann, at skrivarin hevur givið okkum rættar upplýsingar. Forsætisráðið: Dagsskrá verður gjørd Í forsætisráðnum sigur Søren Kelstrup, stjórnarskrivari, at ríkisleiðararnir tosa um ymisk mál, sum hava áhuga fyri ríkisfelagsskapin. Hann sigur, at ein dagsskrá verður gjørd, men at hon ikki er liðug enn. Viðvíkjandi málinum um fast samband um Vestmannasund Miðflokkurin í Vágum kann undir ongum umstøðum góðtaka avgerðina hjá løgmanni og samgonguni, at úeta arbeiðið við undirsjóvartunnilinum um Vestmannasund. Sum støðan er í dag, hava vit í Vágunum eitt ótolandi ferðasamband, har vit mugu sita í bíðirøð og hyggja at, meðan teir almennu bilarnir, s.s. bussar hjá Bygdaleiðum, postbilur, strandferðslubilur o.a. verða tiknir framum. Miðflokkurin í Vágum fer tí at heita á landsins myndugleikar, sum eina neyðloysn inntil arbeiðið av tunnilinum byrjar, at gera serstaka bíðirøð til vágafólk og vinnulívið í Vágum. Hetta er ein treyt fyri, at Vágoyggin ikki sum frálíður skal avtoftast. Miðvágur 5.12.1997 Vegna Miðflokkin í Vágum Dánial Johansen Dúgvan til eftir nýggjár Eins og árini frammanundan, hevur >>Dúgvan<< røkt Lorvíksfjarðarleiðina fyri >>Ternuna<<, síðani tíðliga í summar. Av tí at flutningurin um Lorvíksfjørð er nógv øktur seinastu tíðina, serliga flutningurin av teimum stóru og tungu bilunum, er avgjørt, at >>Dúgvan<< framyvir skal røkja siglingina um Lorvíksfjørð alt árið. Í sambandi við at >>Dúgvan<< skal á sleipistøð at fáa ymisk umvælingar- og viðlíkahaldsarbeiðir gjørd, er ætlanin, at >>Ternan<< skal røkja siglingina meðan >>Dúgvan<< er á beding og tað er sjálvandi í lagi. Men nú frætta vit, at ætlanin hjá strandferðsluni er, at >>Dúgvan<< skal takast úr siglingini nú uppundir jól, og at >>Ternan<< skal setast í sigling í jólamánaðinum. Hetta halda vit vera eitt sera illa valt tíðarskeið. Í desember er nógv ferðsla og nógvur flutningur um fjørðin. Vandi er tí fyri stórum ruðuleika á Lorvíksfjarðarleiðini um >>Ternan<< verður sett í sigling nú. Tá jóla- og nýggjárshalgan er farin aftur um verður ferðslan og flutningurin helst lakari. Eisini eiga vit at hava í huga, at streymurin er sera góður allan desember, og at hetta gevur ábendingar um nógvan útróður og nógvan fiskiskap annars. Ein partur av fiskinum, sum verður seldur á gólvuppboðssøluni í Klaksvík, verður keyptur av fiskakeyparum aðrastaðir í Føroyum. Somuleiðis kann roknast við, at fiskakeyparar í Klaksvík í ávísan mun keypa fisk á gólvuppboðssøluni á Toftum. Sostatt er útlit fyri stórum flutningi av fiski um fjørðin tær komandi vikurnar. Norðoyatingmennirnir, Rúna Sivertsen, Vilhelm Johannesen, Álvur Zachariasen og Heini O. Heinesen heita tí á strandferðsluna um at broyta hesa avgerð. Vit mæla til, at bíðað verður við at taka >>Dúgvuna<< úr siglingini til eftir nýggjár. Rúna Sivertsen, Vilhelm Johannesen, Álvur Zachariasen og Heini O. Heinesen Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo POUL NYRUP RASMUSSEN KEMUR TIL FØROYA 6. JANUAR Ríkisfundur millum Grønland, Føroyar og Danmark verður 6. januar í Havn. Seinni í 1998 kemur forsætisráðharrin á almenna vitjan í Føroyum Í tíðindaskrivi týsmorgunin verður upplýst, at Poul Nyrup Rasmussen, Jonathan Motzfeldt og Edmundur Joensen hava gjørt avtalu um at halda Ríkisfundir upp á skift í Føroyum, Grønlandi og í Danmark. 6. januar 1998 verður Ríkisfundurin í Havn. Í 1999 verður fundurin í Grønlandi og í Danmark í ár 2000. Í hesum sambandi sigur Poul Nyrup Rasmussen í tíðindaskrivin um: - Eg eri fegin um, at vit í semju hava avtalað eina skipan, sum virðiliga leggur dent á grundarlagið fyri ríkisfelagsskapinum. - Eg gleði meg at koma til Havnar og at luttaka á fundinum, hitta Landsstýrið og teir føroysku politikararnar. Umframt hesa vitjanina í sambandi við Ríkisfundin, havi eg tikið ímóti innbjóðing at vitja Føroyar seinni í 1998, sigur Poul Nyrup Rasmussen í tíðindaskrivinum. Ingeborg brúkar ein ótrúligan kjaft Tað var ikki við mýkindum, Óli Jacobsen svaraði floksfelaganum, Ingeborg Winther, aftur í viðmerking til tað, Ingeborg segði um skattafrádráttin hjá fiskimonnum, tá broytingarnar í Skattalógini vóru til viðgerðar í Løgtinginum mánakvøldið >>Problemið hjá arbeiðarafeløgunum er, at tey hava ein óbrúkiligan formann, sum bara brúkar ein ótrúligan kjaft og ikki ger peningsverk til nyttu fyri sínar limir.<< So hvassorðaður var Óli Jacobsen, úr Verkamannafylkingini í samgongu, í viðmerking til røðu hjá Ingeborg Winther, úr Verkamannafylkingini í andstøðu. Jógvan Ingvard Olsen, løgtingsformaður, treiv eftir bjølluni og ringdi, so klokkarin í Pæturskirkjuni ivaleyst øvundar honum á jólum. Og sjálvandi fekk Óli eisini átalu frá formanninum fyri orðavalið. At valár er, var eingin ivi um í Tinginum mánadagin. Hóast nógvir tingmenn meira ella minni eru í móti at lata skattalætta til ávísar samfelagsbólkar fram um aðrar, tyktist ikki, sum teir tordu at siga tað hart. Summir vildu vera við, at tað bar ikki til. Onkur annar unti sjómonnum tað væl, men ivaðist í, hvussu hetta skuldi fíggjast. Meðan onkur var, sum beinleiðis tók undir við uppskotinum hjá Anfinni Kallsberg, landsstýrismanni í fíggjarmálum. Framsøgumaður Sambandsfloksins, Bjørn á Heygum, segði, at hann væntaði, at fiskimenn, nú teir fara at fáa skattalætta, eisini til næstu sáttmálasamráðingar fara at vísa samfelagsábyrgd. Við hesum meinar hann við, sigur Bjørn á Heygum, at tað at vísa ábyrgd, er at verða við til at tryggja sítt egna arbeiðspláss. Tað eru partar av flotanum, til dømis rækjuskipini, sum ikki bera seg, og við ikki at seta ov høg krøv, kunnu fiskimenninir vera við til at bjarga teimum. Men har við er ikki fjalt í uppskotinum ein lønarniðurskurður, sigur Bjørn á Heygum. >>Vit ganga bara út frá sum generelt, tá tað ræður um fiskimenn, sum einhvønn annan vinnubólk í hesum samfelagnum, at teir hava ábyrgdarkenslu og samfelagssinni,<< sigur Bjørn á Heygum, framsøgumaður Sambandsfloksins í skattamálum á Tingi. Og hetta við at lata skattalætta nú og so vænta, at fiskimenninir lata vera við at koma við krøvum til næstu sáttmálasamráðingar, er ikki spæl fyri gallarínum, sigur Bjørn á Heygum. Hann sigur, at Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður, í lógaruppskotinum kemur við sínum grundgevingum. >>Men at man so kemur við eini áheitan á hendan bólkin, sum fær fyrimunir av hesum lættanum at vísa ábyrgd; tað er væl einki forgjørt ella ónatúrligt í tí, ha?<< heldur Bjørn á Heygum. Og sum skiltist á Lassa Klein, framsøgumanni Kristiliga Fólksfloksins Føroya Framburðs- og Fiskivinnufloks, fer hann at taka undir við uppskotinum, nú valsamgonga er gjørd. Sett kílar í Jóannes Eidesgaard, framsøgumaður Javnaðarfloksins, harmaðist um, at tað enn einaferð hevði eydnast Fólkaflokkinum at seta kílar í fakfelagsrørsluna. Hesaferð er rættiligt rok íkomið millum Fiskimannafelagið og restina av rørsluni, orsakað av uppskotinum hjá Anfinni Kallsberg um skattalætta til fiskimenninar. Men Jóannes Eidesgaard væntaði ikki, at hesin skattalættin fór at fáa menn at venda heimaftur, hóast nýggja, norska stjórnin er í ferð við at taka av tær serskattaskipanir, galdandi eru fyri norskar fiskimenn. Hetta, helt hann, var nakað fyri Kristiliga Fólkaflokkin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokk at kanna hjá ideologibrøðrunum fyri eystan. >>Tað ber ikki til at geva skattalætta til ein samfelagsbólk, meðan onnur, sum eru verri fyri, einki fáa. Jóannes Eidesgaard harmaðist eisini um, at munur nú verður gjørdur á skattingini av fólki. Fyrr hevur sami útrokningarháttur verið nýttur fyri øll. Men soleiðis verður ikki meira, segði Jóannes Eidesgaard. Hann vísti á, at frádrátturin hjá nøkrum bólkum kundi gerast størri, enn onnur, sum ikki fáa frádrátt, hava í inntøku. Tí vildi Jóannes Eidesgaard hava lagt loft í upphæddina, sum hevur rætt til frádrátt. Hann vildi eisini hava, at frádrátturin minkar í sama mun, sum inntøkan veksur. Størri upptak Heini O. Heinesen, framsøgumaður Tjóðveldisfloksins, spurdi, hvør skuldi taka upp eftir alt hetta svansi um eini tvey ár. Tí tá væntaði hann, at onnur manning sat í Tinganesi. Annars tyktist Heini í heldur ringum skørum, tá hann fór á røðarapallin. Onkur í Tinginum gitti, at tað var tí, at hann skuldi als ikki vera framsøgumaður í hesum máli. Tað skuldi Finnbogi Ísakson, men hann møtti ikki á fundi. Heini O. Heinesen langaði eftir samgonguni, sum hann segði møta við einum púra ófyrireikaðum uppskoti. >>Samgongan meinar als einki við hesum uppskotinum,<< segði Heini O. Heinesen, sum metti hetta sum tað bera gjar nú upp undir val. Heini O. Heinesen segði, at tað var burturvið, at samgongan í ávísum bløðum nú í longri tíð hevði róð upp undir, at útróðrarmenn svika við studninginum. Eisini vildi tjóðveldisframsøgumaðurin vita, um tað var lógligt, tá John Petersen, landsstýrismaður, boðar frá, at verður verkfall, fáa øll skip loyvi at fara beinleiðis uttanlands at avreiða. Hann vísti á, at John Petersen júst hevur sett kunngerð í gildi, sum bannar hesum. Og tað helt Heini vera í so nógv avgjørt, um hann nú fór at geva hetta loyvi. Útlendingar stuðlaðir Eftir, at Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður, hevði havt orðið, komu viðmerkingarnar. Og tær vóru um bæði líkt og ólíkt. Ofta ólíkt. Tó var onkur, sum setti sving í tær gráu hjá summum tingmonnum. Hendrik Old úr Javnaðarflokkinum segði, at tað bar til hjá fiskimonnum, sum búgva uttanlands, men eru við føroyskum skipum, at fáa føroyska inntøkutrygd, hóast teir einki gjalda til føroyska landskassan. Tað er soleiðis, segði Henrik Old, at maður - íslendingur, norðmaður ella føroyingur - búsitandi uttanlands, kann mynstra við føroyskt skrásettum skipi. Hann rindar ikki skatt í Føroyum, men hann hevur rætt til føroyska inntøkutrygd á jøvnum føti við føroyingin, sum stendur við síðuna av honum og rindar alt sítt til føroyska landskassan. Hetta fekk Finnboga Arge, utanflokkamann á Tingi, at spyrja Anfinn Kallsberg, landsstýrismann í fíggjarmálum, um tað var satt, sum Henrik Old segði. Og Anfinn Kallsberg svaraði: >>Ja, tað passar.<< Síðan Ingeborg Eftir at framsøgumenninir vóru lidnir, fek Ingeborg Winther orðið. Og hon gav Samgonguni og øllum teimum, sum taka undir við uppskotinum um skattalætta, eina breiðsíðu. Hon helt tað vera løgið, at samgongan kundi fara at tosa um skattalætta í eini tíð, tá landið annars var við at ganga undir í skuld. Vit hava ikki ráð at leggja fólk inn á tey sjúkrahús, vit hava, og búfólkini á Pensionatinum vórðu nú til jólar rikin av húsinum sum hundar. Men vit skulu hava undirsjóartunnil og skattalættar til ein samfelagsbólk, har onkur hevur upp til 700.000 krónur í inntøku. Og meðan Ingeborg Winther hevði orðið, sat fólkafloksmaðurin Óli Breckmann og svaraði til og royndi seg við ymiskum hábrøgdum. Ingeborg Winther helt tað vera nógv fyri, at tey, sum eftir vórðu og tóku skrædlið eftir kreppuna, nú eisini skuldu keypa tey heimaftur, sum stungu av, tá harðast leikaði á. Hon vísti á, at tað ber ikki til alla tíðina at samanbera føroyskar og norskar fiskimenn á skattaøkinum. Til dømis fáa norðmenn skattafrádrátt, men teir hava heldur onga inntøkutrygd, segði hon. Men hetta var ein liður í lønarætlanini hjá Fólkaflokkinum við vælsignilsi frá formanninum í Fiskimannafelagnum, sum er í samgonguni, segði Ingeborg Winther. Og so fleyt yvir hjá Óla Jacobsen. Hann fekk orðið til eina viðmerking og segði, at Ingeborg Winther hevði enn einaferð víst sína totalu foragt fyri fiskimonnum. Hon brúkar bara ein ótrúligan kjaft og ger ikki peningsverk til nyttu fyri sínar limir, segði Óli. Og meðan summir tingmenn ógvaðust, og aðrir sótu í skellilátri, helt Óli Jacobsen á dyr fylgdur av átalu frá løgtingsformanninum og bjølluljóði, sum ikki verður harðari at hoyra á jólum. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: BJØRN Á HEYGUM: Skattalættin verður tikin aftur ­ Eg vænti av fiskimonnum, at teir vísa samfelagssinni við næstu samráðingar SOSIALURIN, Løgtingið: ­ Eg vænti av fiskimonnum, at teir nú fara at vísa samfelagssinni, og at teir ikki fara at seta stórvegis krøv til næstu samráðingar. Hetta segði Bjørn á Heygum, sambandstingmaður, tá málið um skattalætta til fiskimenn var til 1. viðgerð á tingi seinnapartin í dag. Fyri Sosialinum váttar Bjøn á Heygum, at hann meinar, at skattalættin verður mótroknaður, tá samráðingar verð næstu ferð. Á tann hátt kunnu fiskimenn vænta, at skattalættin verður etin upp aftur við lægri hýru, um tað gongur soleiðis, at Bjørn á Heygum ætlar tað. Sjómenn rýma sjálvt frá góðum fiskiskapi - Eg tori hvørki at siga um tað er rætt ella skeivt at geva fiskimonnum skattalætta, men eg vóni, tað verður ein íløga, sum loysir seg fyri kommunurnar, sigur Jógvan K. Mørkøre, formaður í Føroya Kommunufelag Føroysku kommunurnar draga á bæði, hvat tær skulu siga til uppskotið um at veita sjómonnum skattalætta. Fyri summar kommunur hevur hetta ongan týdning. Tað eru tær kommunurnar, sum hava lutfalsliga fáar sjómenn, eitt nú Tórhavnar kommuna. Men so eru tað hinvegin aðrar bygdir, har tað mesta av mannfólkinum hevur sína inntøku á sjónum. Skattainntøkan hjá hesum kommunum veksur so nógv, at neyðugt verður at hækka skattaprosentið 1/2 til 1 %. Hetta er ikki minst galdandi fyri útróðrarplássini. Men kommunurnar mótmæla einki serligt kortini, tí vandin fyri, at fleiri sjómenn flyta av landinum lúrir støðugt, og hvør mist inntøka kostar nógv. Okkurt má gerast - Eg tori hvørki at siga um tað er rætt ella skeivt at veita sjómonnunum skattalætta, men tað er gott, um tað eydnast at byrgja upp fyri, at fleiri sjómenn rýma, sigur Jógvan K. Møkøre. Og møguleikin er veruligur fyri, at fleiri sjómenn fara, tá ætlaðu skerjingarnar í fiskiskapinum verða settar í verk. - Vit mugu minnast til, at hetta seinasta árið hevur línufiskiskapurin verið avbera góður. Eg veit um onkran bát, sum væntaði at fáa 800 tons í ár men kemur upp á kanska 1400 tons. - Sjálvt meðan fiskiskapurin hevur verið so góður, eru fleiri fluttir av landinum. Eingin kann vænta, at hesin fiskiskapurin stendur við, og tí er neyðugt at gera okkurt fyri at byrgja upp fyri, at fleiri fara, sigur Jógvan K. Mørkøre. Hann er væl greiður yvir, at fleiri kommunur fara nógv niður í skattainntøku við at lækka skattin hjá sjómonnunum. Men spurningurin er, um kommunurnar hava nakað væl. Tvinnir eru kostirnir - Tað kann væl vera, at lækkar skatturin hjá sjómonnunum ikki, fara fleiri, og harvið missa kommurnar alla inntøku teirra, sum fara. Og sum ikki einaferð eru hetta tær kommunurnar, sum frammanundan harðast eru raktar, tær mest viðbreknu. Jógvan K. Mørkøre nevnir dømi um eina kommunu á meginøkinum. Har búgva 600-700 fólk. Fleiri eru sjómenn, og fleiri fólk arbeiða í øðrum bygdum. Samlaða skattskylduga inntøkan hjá kommuni lá í 1996, um 60 mió. krónur, og av teimum vóru upp ímóti 18 mió. sjomannainntøkurnar. Úr hesi kommununi eru longu fluttir tíggju sjómenn, og tað merkir fyri kommununa uml. 3 mió. krónur í minni skattskyldugari inntøku. Fíggjarætlanin gjørd Uppskotið um skattalætta til sjómenninar ørkymlar kommunustýrini, tí tað kemur eftir, at fíggjarætlanin fyri næsta ár er løgd og send landsstýrinum. Eingin kommuna hevur tí lagt upp fyri nøkrum slíkum. Kommunurnar gera tvey uppskot til fíggjarætlan fyri næsta ár, eitt í september og eitt 1. desember. Fyrra uppskotið byggir á inntøkuna fyri níggju teir fyrstu mánaðirnar, men vaksa skattainntøkurnar seinni, hava kommunurnar nakað til óvæntaðar útreiðslur. Kommunurnar, sum ringast eru staddar, bíða til 1. desember við at gera fíggjarætlan, og tær hava so einki at lata av. - Vit mugu bara vóna, at skattalættin til sjómenninar verður ein íløga, sum loysir seg fyri kommurnar. - Landsstýrið hevur kravt, at allar meirinntøkur hjá kommununum skulu brúkast til at gjalda lán niður við. Tað er í grundini skilagott, men tað hongur ikki saman, at Eilif Samuelsen kemur við slíkum harraboðum til kommunurnar, samstundis sum landsstýrið kemur við skattalógaruppskoti, ið hevur so stóra ávirkan, sigur Jógvan K. Mørkøre. Poul Nyrup Rasmussen vælkomin Tað vóru gleðilig tíðindi at frætta, at forsætisráðharrin danski umsíðir kemur á Føroyarvitjan. Tann 6. januar koma bæði forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisformaðurin á ríkisfund í Føroyum. Føroyingar eru kendir gestablíðir, og tað fara vit eisini at verða, tá Poul Nyrup Rasmussen kemur á vitjan, hóast brotasjógvarnir - eisini millum føroyska og danska Javnaðarflokkin mangan hava verið harðir. Poul Nyrup Rasmussen skal tó vita, at honum verða settir nógvir spurningar, sum uttan iva eisini vera nærgangandi um viðurskifti, ið viðvíka bankamálinum og um leiklut hansara í hesum sambandi. Tað er at fegnast um, at leiðandi politikararnir úr øllum trimum økjunum í ríkinum hittast - og at hetta er fingið í lag í slíkum formumi, sum ein ríkisfundur er, og hesum kunnu vit fáa nógv gagn av. Men stríðsmálini millum føroyskar og danskar myndugleikar eru ikki gloymd. Lat okkum nú líta frameftir - og lat tað farna fara - soleiðis at vit í framtíðini kunnu fáa eitt gott og konstruktivt samstarv millum ríkispartarnar. Tá bankakanningin í næstamánaði verður almannakunngjørd, kunnu vit taka støðu til tey enn ógreiddu viðurskiftini - tá eiga danska stórnin og føroyska landsstýri siðiliga at seta seg niður og finna eina konstruktiva politiska loysn, soleiðis at stríðsmálið - sum nú hevur ulmað alt ov leingi - eina ferð fyri allar verður avgreitt. Tá kunnu vit tosa um brøðratjóðir, ið við stoltleika samstarva á jøvnum føti við respekt fyri hvørjum øðurm - til gangs fyri allar partar. Tí skal forsætisráðharrin danski vera væl komin til Føroya DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Stívt andøvsgul av suðri, samdrigið og eitt sindur av regni, seinni snarar hann í útsynning við klárari veðri og ælingi. Hitin millum 4 og 8 stig. Veðrið hósdagin: Gul til andøvsgul av vestri, seinni útsynningi, um kvøldið frískar hann vindin. Okkurt æli og hitin millum 3 og 6 stig. Veðrið fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, stundum upp í hvassan vind. Stundum regn, men eisini frægari løtur. Hitin millum 4 og 8 stig. Sunnudagin veksur hann møguliga vindin til storm av suðri og samregn. Í gjár: Eitt lágtrýst norðanfyri Føroyar grynnist. Mikudagin fer eitt brúgvalag um Føroyar vestaneftir við ælingi og aftaná klárar rættuliga í. Í dag: Komandi dagarnar verður væntandi útsynningsstreymur yvir Føroyum og av og á koma brúgvaløg við regni. Kallkyn átti mannfólkaklæðini Leygardagin skrivaðu vit, at mannfólkaklæðini, sum sýnd vórðu fram á mótasýningini hjá handlunum í Miðbýnum, vóru frá Hon og Hann. Tað var ikki heilt rætt, tí handilin Kallkyn átti eisini part í tí, sum við var. Blaðið er gjørt vart við hetta mistak, og vit vilja tí rætta tað við hesi viðmerking og biða Kallkyn halda okkum til góðar, at hendan keðiliga misskiljing er íkomin. Hósdagur 11. desember 1997 Løgmaður setir kíla í oljuhjólið -Eg haldi tað vera sera óheppið, at løgmaður, sum annars hevur lagt dent, at vit standa saman sum ein maður í oljumálinum, nú áðrenn oljulóggávan er samtykt, koyrir tann dugnaliga formannin í Oljuráðleggingarnevndini frá. Hetta er ikki eitt gott signal til umheimin sigur Marita Petersen, tingkvinna, sum í gjár setti løgmanni munnligan fyrispurning á tingi um, hví hann hevði sett Árna Olafsson frá. Nú tað hevur verið breið semja millum flest allar tingmenn og somuleiðis landsstýrismenn, at tað er sera umráðandi at føroyingar standa saman og draga eina línu í øllum oljumálinum, hevur løgmaður nú eftir øllum at døma við avgerð síni at koyra Árna Olafsson frá sum formann í Oljuráðlegginging Greinar, ið hava tilknýti til hesa: jan muller jan@sosialurin.fo Løgmaður: Marknamálið krevur sín mann burturav Tað er komið heilt óvart á fólk, sum hava tilknýti til menningina av eini føroyskari oljuvinnu, at løgmaður hevur sett Árna Olafsson frá sum formann í Oljuráðleggingarnevndini. Tey siga, at við hesum missa vit ein sera dugnaligan, vælkvalifiseraðan og virdan mann í einum sera týðandi sessi, nú eitt nú 1. útbjóðingarumfar stendur fyri framman. Løgmaður sigur, at marknamálið hevur fyrsta prioritet og krevur sín mann. Løgmaður hevur gjørt av, at Árni Olafsson, sum síðani várið 1994 hevur verið formaður í Oljuráðleggingarnevndini, nú skal úr nevndini. Í tíðindaskrivi í vikuni stendur, at stigið er tikið við tí í hyggju, at Árni Olafsson frameftir burturav skal arbeiða við spurninginm um landgrunnsmarkið millum Føroyar og Bretland. Har verður eisini víst til, at løgmaður undir viðgerðini av uppskotinum til kolvetnislóg legði stóran dent á, at marknamálið verður loyst. Hetta verður so undirstrikað av, at formaðurin í teirri nevnd, ið samráðist um markið, ikki samstundis hevur ábyrgdina av fyrireikingunum til oljuleiting. Í staðin fyri Árna Olafsson er Arne Poulsen, vinnumálastjóri settur sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini. Onga viðmerkingar Sosialurin hevur roynt at fáa eina viðmerking frá Árna Olafssyni til hesa avgerð løgmans, men hann sigur seg einki kunna seg um tað. Hann vil sostatt einki siga um, antin henda avgerð løgmans er í tráð við hansara egnu meining og metingar ella ikki. -Men hevur løgmaður spurt seg fyri hjá tær, áðrenn hann tók hesa avgerð? -Eg havi onga viðmerking. -Men er tað ikki at meta sum ein degradering av tær og tínum arbeiði, tá tú nú verður settur frá sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini? -Onga viðmerking. Og tá vit spyrja Árna Olafsson, um tað ikki er óheppið at skifta hann út í nevndini, nettup tá ein so týðandi partur av arbeiðinum sum 1. útbjóðing er eftir, sigur hann seg heldur onga viðmerking hava. Og sama er svarið, tá vit spyrja hann, um hann ikki megnar at vera formaður í Oljuráðleggingarnevndini um somu tíð sum hann er leiðari av føroysku samráðingarnevndini í marknatrætuni. Púra óvart á fólk Sosialurin skilur annars á keldum, sum hava havt nógv við alt oljumálið at gera , at tað er komið púra óvart á, at løgmaður nú einvíst setir Árna Olafsson úr nevndini. -Við hesi avgerð missa vit eina sera dugnaligan, virdan og kvalifiseraðan formann, sum ikki bert hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri okkum føroyingar men sum eisini er sera væl lýddur í umheiminum sigur keldan við blaðið. Árni Olafsson hevur verið við í oljumenningini í Føroyum frá byrjan. Hann er tann persónur, sum hevur størsta innlitið í hetta stóra málið og sum av somu orsøk hevur flestu kontaktirnar við oljufeløg oo. uttan fyri Føroyar. Keldan sigur við Sosialin, at Árni Olafsson hevur dugað ómetaliga væl at telva í hesum so stóra og nýggja talvi, sum alt oljumálið er. Tað sýnist tí heilt høpisleyst at taka Árna Olafsson úr Oljuráðleggingarnevndini, nú ein so týðandi partur sum treytir, reglur og lógir í sambandi við 1. útbjóðing standa fyri framman. Keldan leggur tó dent á, at bæði Petur Alberg Lamhauge og Arni Poulsen, sum eru komnir í nevndina, eru væl kvalifiseraðir. -Men tað undrar meg, hvussu tað ber til, at Arne Poulsen kann vera í nevndini nú, tá hann ikki kundi vera har, tá hann tók við sum stjóri í Vinnumálastýrinum sigur keldan við blaðið. -Eg dugi heldur ikki at skilja, hví tað skal vera so alneyðugt nú at lata Árna Olafsson arbeiða við marknatrætuni burturav. Hann hevur jú røkt bæði størvini í fýra ár og nú naggatódn er í samráðingunum skuldi ein ikki trúð, at tað hevði so stóran týdn-ing at geva honum enn betri stundir til samráðingarnar sigur keldan við Sosialin. Røtt avgerð Vit hava spurt løgmann, um tað ikki er at diskvalifisera og undirmeta Árna Olafsson og tað arbeiði hann hevur gjørt, nú hann ikki longur skal vera formaður í Oljuráðleggingarnevndini? -Nei tað er beint tvørturímóti. Eg havi jú víst á, hvussu stóran dent eg leggi á at fáa marknamálið loyst og hvussu stóran prioritet tað skal hava. Henda avgerð er bert ein staðfesting av tí. Løgmaður sigur víðari, at vit nú skulu til at meta um, hvørji landgrunnsøki møguliga skulu bjóðast út við skili, soleiðis at ein ikki ger nakað, sum setir okkum verri í marknamálinum. -Hetta er ein stór uppgáva, sum Árni Olafsson skal standa fyri. Edmund Joensen vísir á, at tað, sum Oljuráðleggingarnevndin hevur lagt fram, er tann stóri parturin. Tað, sum er eftir, er skattaparturin og útbjóðingarparturin. Hetta er so tað, sum teir báðir nývaldu limirnir í Oljuráðleggingarnevndini, Petur Alberg Lamhauge og Arne Poulsen eru beinleiðis involveraðir í. -Tí hildu vit tað vera rætt nú at lata teir medvirka í hesi uppgávuni. Tað skal jú vera samsvar millum tað, sum umsitingin skal kunna klára og umsita av tí arbeiðinum, sum eftir er. Løgmaður leggur dent á, at marknauppgávan er so ómetaliga stór og krevur sín mann. Hon verður avgerandi fyri alt annað. -Men er møguleiki fyri, at Árni Olafsson aftur verður formaður í Oljuráðleggingarnevndini, tá marknatrætan er loyst? -Eg vænti, at tað í framtíðini fer at vera ein heilt øðrvísi nevnd. Tað verður meira ráðgeving til ta oljuumsiting vit hava. Nú løgmaður umsitur mentanarmál í Tinganesi heldur hann tað eisini vera týdningarmikið at taka við aðrar tættir í samfelagnum so sum mentanarlívið við í eina slíka ráðgeving. Tann ráðgevingin skal vera meira breið, tvs. umfata bæði mál og mentan og annars alt, sum rørist í samfelagnum. Bræv frá manning á rækjutrolara Viðvíkjandi orðaskiftinum,ið hevur tikið seg upp, í samband við møguligan skattalætta til okkara, hava vit hesar viðmerkingar, við vón um eina sakliga viðgerð av málinum Føroyska rækjuvinnan stendur á einum gravarbakka í dag. Verður einki munagott gjørt nú, fer hendan vinnan í søguna. Tað er harmiligt, tí vinnan tyngir ikki um grunnar okkara, men er hetta ein vinna, sum við áhaldandi treystni, er upparbeidd síðan 1969, tá ið føroyingar, sum teir fyrstu, royndu seg í hesi vinnu. Eingin torir, ella hevur ráð, at gera nýíløgur í hesa vinnu. Eitt rækjuskip er farið úr flotanum í ár. Eitt hevur skift navn og hini rilla á gravarbakkanum. Sum kunnugt hava føroyskir fiskimenn ein av bestu sáttmálum í heiminum, men allíkavæl hava familjumenn ikki ráð at liggja heima ein túr, sjálvt um teir hava baldrast á havinum í 3/4 ár. Tá uppgerðin einaferð kemur, einar 2 mánaðir eftir at teir eru heimkomnir og skattur o.a. er tikið av, eru teir bert javnfríðir, um væl stendur til. Hetta er ikki at bjóða fólki í hesum tíðum, hvar so nógv tilboð eru á landi. Tað vísir seg eisini, at ungir menn fara ikki á sjógvin í dag, uttan teir als einki finna á landi. Hetta viðførir, at tað er ikki tað best roynda fólkið, ið vil fara á sjógvin, sum so aftur ger at skip okkara ikki verða mannaði so effektivt, sum tey kundu verið. Men teir fara harafturímóti við skipum hjá okkara grannatjóðum, sum hava forstáilsi fyri sjófólki og langt síðani hava givið teimum ymsar sømdir + ein fleiri ferðir størri skattalætta enn her er talan um. Hetta at so Ingeborg og Karl ætla í verkfall, tí okkum stendur í boði hesar sjálvsøgdu sømdir, er púra óhoyrt. Hetta er als ikki til nakran sóma fyri tey, og vit duga als ikki at skilja hetta, tí tey skuldu jú sum so verið okkara stuðlar. Hví fóru tey ikki í verkfall, tá t.d. timburmenn fingu ein stóran skattalætta, tá ið teir fóru av landinum at arbeiða? Nei, tá hoyrdist ikki eitt graml. Vit meta okkum at verða í somu støðu sum teir, ella langt verri. Sum kunnugt, eru fiskimenn frá øðrum tjóðum, t.d. Noreg, Canada og Ísland, ið vit liggja og veiða saman við, nógv betur fyri enn vit á øllum økjum. Viðurskiftini hjá okkum eru so vánalig eftir hondini, at tað verður verri og verri at manna skipini. Vit meina, at ein av orsøkunum til áður nevnda er, at vit/FF, hava verið ov lítið avgjørdir, í mun til lóggávuvaldið. Nú er ein møguleiki til at gera okkara rættindir galdandi, uttan at slaka ein tumma. Hetta kemst kanska eisini av at sjófólk eru eitt lítið sigandi fólk, og sum ofta ikk gera nakran háva burtur úr sær, og tó sjálvdan kemur í fjølmiðlarnar við sjónarmiðum fyri søk okkara. Eru tað verkafólk á landi, so eru tey beinanvegin villig til at fara í verkfall o.a. um eitt fimmoyra ella ein hálvan tíma yvirtíð. Úrslitið síggja vit so aftur við, at vit ikki eru kappingarførir á landi. Harvið verður ein stórur partur av okkara ráfiski útfluttur óvirkaður. Sjálvsagt bakka vit uppskotinum upp, við vón um, at tað kemur ígjøgnum, uttan ov nógvar skerjingar og turbulens. Ein ting ið aðrir vinnubólkar ganga serstakliga høgt uppí, er, at teirra frítíð og rættindir ikki verða rørd á nakran hátt, sum t.d. at krevja yvirtíð, um arbeiðið byrjar kl. 07.00 á morgni, ístaðin fyri kl. 08.00 osfr. Hjá okkum er hetta heilt øðrvísi. Fara vit at rokna tímalønina út umborð, so verður hon ofta ógvuliga lág, í mun til uppi á landi, og burdi hetta tí verið eitt av teimum størstu viðmælunum til skattalætta. Sum kunnugt er arbeiðstíðin soleiðis umborð hjá okkum: 1. Vit ganga 6 og 6, so vanligur arbeiðsdagur er 12 tímar, 7 dagar um vikuna. T.v.s. minimum 84 tímar um vikuna. Her er einki, ið eitur yvirtíðarískoyti. 2. Fyriuttan 84 tímar arbeiðsviku, búgva vit á arbeiðsplássinum og hava 24 tímars tilkallivakt, tá ið t.d. trolið er skrætt, ella aðrir trupulleikar stinga seg upp. 3. At vit liggja úti á opnum havi ein stóran part av árinum, gera vit jú lítla og onga nýtslu av teimum rættindum/service, eitt vælferðarsamfelag bjóðar sínum borgarum. 4. Vit hoyra ikki útvarpið, men mugu gjalda fyri at áa 4 A4 síður um vikuna við teimum neyvastu tíðindunum. Eisini mugu vit gjalda fyri at fáa sjónvarpstíðindini á bandi, og tá eru tað tíðindi, sum vóru at hoyra fyri ca. tveimum mánaðum síðani. Omaná alt hetta mugu vit gjalda fult útvarps- og sjónvarpsgjald heima. Vit kundu blivið við at ført ymiskar missir upp, sum t.d. ov lítið samband við familjuna og at vit liva í hægsta vandabólki o.s.fr. Á henda hátt vilja vit heita á allar løgtingslimir um at geva hesum álvarsuppskoti tykkara fullan stuðul, og ikki lata tykkum tøla av hóttanum um verkfall v.m. Heilsanin er frá manningunum á rækjubátum á fjarleiðum Bjørn á Heygum skuldi skammast tí tað er hann og hansara líkar, sum eru útreiðslan og tann negativa saldoin á landsroknskapinum, og ikki fiskarin, sum førir útflutningsvøruna til lands Tað er nógv fyri at hoyra og síggja Bjørn á Heygum í Sosialinum týsdagin biðja útróðrarmenn flyta av landinum, tí at teir eru >>bara útreiðsla og negativ saldo á roknskapinum<< í Føroyum. Mær tykir hetta vera rætt sum ta ferðina, ið tað segðist, at studentaskúlanæmingarnir í Hoydølum skrivaðu stílar um at avtaka fiskivinnuna í Føroyum, tí at hon var bara útreiðsla og kostaði so nógv í studningi. Tað skuldu tit bara haft gjørt og síðan sæð, hvussu ið útflutningurin úr Føroyum tá hevði sæð út. Tað eru fiskiskipini, ið føra ta rávøru til lands, sum gevur Føroyum útflutning. Og fingu skip og bátar tann prís, sum tey kundu t.d. við at selt fiskin uttanlands, hækkaði virði so nógv, at allir pástandirnir hjá Birni á Heygum komu at hanga í leysum lofti. Men tann prísurin fæst ikki fyri fiskin hjá førunum, tí at m.a. Bjørn á Heygum við lóg hevur kravt, at allur fiskur frá føroyskum skipum skal avreiðast í Føroyum. At prísurin kortini ikki enn er farin heilt í botn, er bara útlendskum fiskakeyparum í Føroyum fyri at takka. Og so dittar hesin tingmaðurin sær at tala um virðið á fiskinum, ið avreiddur verður fyri spottprís, tí at hann hevur gjørt tílíkar kappingaravlagandi lógir fyri at hjálpa teimum á landi, sum kunnu fáa fiskin fyri lítið og lætt. Nei, fiskurin, sum fiskimaðurin førir til lands, hevur størri virði í sær sjálvum enn tað, sum Bjørn á Heygum, John Petersen og onnur vilja geva honum. Tí vilja útlendingar fegnir sleppa og keypa henda fisk, men Bjørn forðar tí fyri at fáa fiskin niður í virði, og síðan eru teir so frekir at brúka hetta lága virðið ímóti fiski- og útróðrarmonnum. Gevið okkum loyvi til at selja til tann, ið gevur besta prís, so skulu tit síggja, hvat virði ið fiskurin hevur, Bjørn og John og hvat ið tit allir eita. Tað er føroyski keikanturin, ið tekur virðið frá fiskinum, og arbeiði uppi á landi, sum hevur brúk fyri stuðli, ið tey siga verður givin fiskimonnum, og útreiðslan í hesum landi er allar skrivstovurnar í Havn hjá Birni á Heygum og hansara líkum, sum liva av, at vit hava ein fiskaútflutning. Og nú vil Bjørn á Heygum fara undir at flyta út fólk heldur enn fisk. Og hann vil leggja fyri við útróðrarmonnum. Man maðurin vera klikkaður? Er tað uppruddingarnar, hann lovaði føroyingum, og dómarakanningin, har hann sveik, ið hava gjørt hann í ørviti? Klaksvíkar Útróðrarfelag er 55 ár, og í øll hesi ár hava vit ikki verið úti fyri so grovum álopum sum teimum frá Birni á Heygum og John Petersen og stuðlum teirra, sum vilja taka inntøkutrygdina frá útróðrarmonnum og eksportera teir. Føroyingar eiga at hjálpa Birni á Heygum John Petersen til eina pausu, so at teir kunna koma fyri seg aftur og kanska farið á eitthvørt skeið í virðisútrokningum fyri vørum í fríari kapping. Frits Olsen, formaður í Klaksvíkar Útróðrarfelag Landsstýrið gevur við aðrari hondini og tekur aftur við hinari Tvøroyrar Útróðrarfelag Á limafundi 7/12 var samtykt at skriva fylgjandi í fundarbókina: Felagið hevur hildið fund 7/12 um uppskot landsstýrisins um lóg um mánaðarligan minstaforvinning og um minstuløn og dagstudning. Samstundis hevur man viðgjørt nýggja skattalógaruppskotið. Til uppskotið um mánaðarligan minstaforvinning er at viðmerkja: Tað kann aldri vera rætt at seta eina nýggja skipan í verk, sum er baserað uppá eitt útrokningargrundarlag eitt hálvt ár afturút. Serliga ikki, tá vit hugsa um, at landsstýrið í fjør lá og bøldist omaná døgum, sum skuldu vera við til at sikra útróðurin við nógvum døgum á hásumri. Úrslitið gjørdist, at summarið 97 vóru ikki nógvir dagar brúktir. Vit vita, at við lógini um vinnuligan fiskiskap skaptust møguleikar hjá nøkrum bólkum at brúka eitt óavmarka tal av døgum. Bert útróðurin fekk eitt dagatal, sum ger, at hann ikki klárar at fiska sín prosentvísa part av heildarveiðuni. Um veturin darvar veðrið, til at man roynir at satsa, og nú skal summarið darvast av, um seismiska óveðrið er nær ella langt burturi. Vit halda at grundarlagið fyri at dríva útróður nú er so spinkult vegna menniskjaskaptar trupulleikar, at næsta stigi má vera at skapa fyritreytir fyri at sleppa burturúr hesari vinnu yvir ein upphøggingarstuðul, uppá sama máta sum aðrir rustikustar eru keyptir dýrt burtur úr føroyskari fiskivinnu. Skuldin hjá útróðrarflotanum er bundin væl og virðiliga í fasta ogn. Ein útloysan av hesum panti vil føra til avskeplaðar menniskjalagnur, sum ikki áttu at verið einum vælferðarsamfelag verdugt. Havandi í huga uppskotið hjá landsstýrinum um mánaðarligan minstaforvinning halda vit ikki, at skattalættin kemur at ávirka okkum nakað serligt. At taka við aðrari hondini og geva við hinari kann vera líkamikið. Chris Jan Michelsen f. Tvøroyri Útróðrarfelag Jólahugni í Vági ... Eina hugnaligast tókti mær dagarnar framman undan jólum. Longsulin eftir jólunum var sterkur, og so vóru tey eldru fólkini vón at ugga okkum við, at nú høvdu jólini lagt sær skógvarnar í blot, og av tí at vit hvønn dag spurdu eftir jólunum, nær tey komu, so uggaðu tey okkum við, at jólini vóru farin til gongu, og seinni, at tey vóru komin so og so langt, og eingin ivi var í sálini um, at jólini vóru ein maður, ið kom ferðandi til bygdina, men hvaðani hann kom, høvdu vit onga hugmynd um... (Símun av Skarði) Fríggjadagin 12. des. kl. 18 hevur kirkjukórið LJÓMUR við Ann Kristin Nielsen, kórleiðara, jólakonsert í Vágs kirkju. Beint eftir konsertina (kl. 19) verður jólatræið tendrað. Heri Joensen, prestur, og Eyðun Christiansen tala. Ljómur og Frelsunar Herurin syngja. Jólamenn vitja. Vøkur mynd >>Blátt<< við nýggjari fløgu: Í gjár kom út fløga við bólkinum >>Blátt<<. Fløgan ber heitið >>Vøkur mynd<< og á henni eru 10 løg. Tað eru Jákup Marnar Anthoniussen og Regin Askham, ið hava skrivað tekstirnar, løgini hava Jákup Marnar Anthoniussen, Jóhann Herluf Sørensen og Petur Mellin skrivað. Kápumyndina hevur Regin Askham gjørt. Fløgan fæst nú um alt landið. Nýggja Útvarps fløgan >>Kom nú lítli mín<< Eftir tað sera væleydnaða tiltakið Meg minnist eina mynd hevur Útvarp Føroya tikið stig til at framleiða aðru fløguna í røðini. Nýggja fløgan hevur heitið Kom nú lítli mín og er eitt slag av framhaldi av Meg minnist eina mynd. Stílurin er tann sami, barnaløg innspæld av nýggjum av øllum teimum ekndastu og best umtóktu bólkunum og einstaklingum í Føroyum. Sekstan løg eru á fløguni og hon kemur at kosta 169,- kr. v/ mvg. Lítil ivi er um, at henda eins og tann fyrra fer at verða ein tann mest selda fløgan í ár, og man hon ikki eisini fara at liggja undir mongum jólatræi jólaaftan? Útvarpið og Arena Music hava fingið nýtt samstarv í lag, so at Kom nú lítli mín er at fáa í heilsølu hjá Arena Music tlf. 19820 og fax 14955. Tey, ið luttaka á fløguni eru: 1) Hjartnar - Kom nú lítli mín (H.A. Djurhuus/Sanna Restorff/J. á R. Joensen/Bernhard Brim/J. Kalsoy( Ltr. Hjarnar 2) Kim Hansen - Barnalyndið (Ingun Simonsen) Ltr. Kim Hansen/J. á R. Joensen 3) Kjølar & Laila Carlsen - Ein genta fór í bøin (A. Andreasen/Danskt lag) Ltr. Kjølar 4) James Olsen - Pippi Smokkuleggur (Astrid Lindgren/Georg Reidel) Ltr. James Olsen/J. á R. Joensen 5) Millum Frændur - Far lítli útum eina løtu og spæl (Finnbogi Ísakson/Sámal Petersen) Ltr. Millum Frændur 6) Malan Thomsen - Klútadukkan (A. Andreasen/Kurt Larsen) Ltr. FInnur Hansen 7) Mark No Limits - Torvatrøllið (K. M. Samuelsen) Ltr. Mark No Limits 8) Tøgn - Í búri (J. H. O. Djurhuus/J. Waagstein) Ltr. Eyðfinn Jensen 9) Diatribes - Pulvurheksin Karmarina (A. Andreasen/Ungarskt lag) Ltr. Diatribes 10) Hinar - Havnardalur (Rói Patursson/Lars Trier/ Annika Hoydal) Ltr. Unn Patursson 11) Jazz Oasis & Vinir - Grøni bilur (Oskar Hermannsson(Svenn Brimheim) Ltr. Edvard Debess 12) Róin Siggertsson - Bimm Bamm Babbi (A. Andreasen/Hans Henrik Ley) Ltr. Róin Siggertsson 13) Tested On Humans - Hulduríma (Steingrím Weihe/Annika Hoydal) Ltr. Mark Joensen 14) Elin Heinesen - Hákunardrongur (A. Andreasen/O. Jacobsen) Ltr. Elin Heinesen 15) Pauli Magnussen - Nú koyra vit í bussi (A. Andreasen/Trad.) Ltr. Pauli magnussen 16) Visible Fish - Í barnagarði (C.J. Jensen/H. Johansen) Ltr. Visible Fish. Várlongsil<< Nýggj fløga við Tórshavnar Kamarkóri Tórshavnar Kamarkór, sum varð stovnað í 1985, hevur við jøvnum millumbilum verið á ymsum konsertferðum uttanlands. Í 1993 var kórið á konsertferð í m.a. Århus í Danmark og Landskrona og Lund í Svøríki. Kórið hevði leingi havt ætlanir um at syngja í víðagitnu dómkirkjuni í Lund og gjørdist henda ætlan sostatt veruleiki leygarmorgun tann 22. mai. Framførslan var sera væleydnað og byrjaði hon við at gingið varð inn í prosessión, meðan kórið sang Kongosámlmin Lover nu Herren. Ætlanin við hesari konsertferð var eisini at gera eina konsertupptøku, so Tórshavnar Kamarkór seinni kundi geva tilfarið út á fløgu. Í Landskrona var kórið so heppið at fáa professionell upptøkufólk at standa fyri upptøkuni, og var hetta ikki komið í lag uttan við góðum stuðuli frá Jan-Erik Rosenkvist frá Fritid Landskrona. Uppímillum varð tosað um, nær Tórshavnar Kamarkór skuldi geva fløguna út. Í summar varð so loksins avgjørt at fara undir hetta tiltak og kemur fløgan við heitinum >>Várlongsil<< út í komandi viku á forlagnum Tutl. Á fløguni eru m.a. Kingosálmurin Lover nu Herren, sum Niels Midjord so meistarliga hevur útsett fyri blandað kór - Orðini og Regn hjá Róa Patursson og Bjarna Restorff - Várlongsil og Nú strýkur vár, sum Knút Olsen hevur sett yndislig løg til - Som den gyldne sol, við arr. av Astri Luihn og Hera Eysturlíð, Kvøldvísa um Summarmála hjá Karsten Hoydal, sum Sunleif Rasmussen hevur gjørt lag til - Sum hjørtur hjá Victor Danielsen og Ólavi Jøkladal, og fleiri. Nevnast kann, at nevndin og ikki minst kórlimirnir í Tórshavnar Kamarkóri gjørdu eitt megnararbeiði, so hesin túrur - og ikki minst - upptøkan, gjørdust veruleiki. Tað er eisini púra greitt, at uttan hollan fíggjarligan stuðul frá Nomus, Dansk Færøsk Kulturfond, Mentunargrunni Føroya Løgtings, Føroya landsstýri og Føroya Sparikassa hevði hesin túrur neyvan verið gjøgnuførdur. Í sambandi við fløguútgávuna takkar Tórshavnar Kamarkór Kristiani Blak fyri hansara >>legendarisku optimismu<< og stóra hjálpsemi Eystankórið á ferð í Íslandi Í summar var Eystankórið í Íslandi og helt konsertir í sambandi við at vinarbýarkommunan hjá Runavík, Egilstaðir, hátíðarhelt sín 50 ára dag sum sjálvstøðug kommuna. Umframt at hava konsert á Egilstøðum, vórðu eisini konsertir hildnar á Akureyri og í Húsavík Runavíkar Kommuna, ið hevur vinarbýarsamstarv við fleiri býir í norðurlondum, fekk innbjóðing um at verða við í sambandi við at vinarbýarkommunan hjá Runavík í Íslandi skuldi hátíðarhalda sín 50 ára dag. Í hesum sambandi spurdi Runavíkar kommuna Eystankórið, um tað var møguligt hjá kórinum at luttaka í hátíðarhaldinum. 32 sangarar við Símuni Nónklett sum kórleiðara fóru við Norrønu av Havnini 25. juni og komu vit dagin eftir í fagrasta sólskinsveðri á Seydisfjørðin, har umboð fyri Egilstaðar kommunu tóku ímóti. Síðani varð koyrt við bussi tann stutta, men sera vakra teinin frá Seydisfjørðinum til Egilstaðir. Komin nakað væl niðan frá Seydisfirði, varð steðgað á, so vit kundu taka nakrar myndir av tí stórbæru íslendsku náttúruni. Har møttu vit einum ferðalagi av vælhýrdum pensionistum úr Suðuroy, ið vóru á veg til Norrønu eftir ein væleydnaðan túr runt í Íslandi. Komin til Egilstaðar varð farið beinleiðis í skúlan, har vit vórðu móttikin av sera blíðum íslendingum, ið bjóðaðu okkum at vera vælkomin og samstundis takkaðu tey okkum fyri at vit høvdu tikið sólina við til Íslands. Tað var nevniliga so, at hetta var fyrsti rættuligi sóldagurin har um leiðir í fleiri mánaðir. Í skúlanum fingu vit morgunbreyð og kaffi. Blíðskapinum hjá íslendingum skuldu vit møta fleiri ferðir á túrinum. Nøkur av okkum skuldu gista hjá vertsfólkum okkara, meðan restin skuldi gista á einum skúla tætt við. Dagin eftir hildu vit okkara fyrstu konsert í kirkjuni. Konsertin gekk sera væl. Á skránni vóru føroyskir, norðurlendskir og enskir sálmar og sangir. Leygardagin skuldi hátíðarhaldið verða. Tey flestu av okkum vóru í tjóðbúnanum. Sjálvt hátíðarhaldið var uttandura. Har vóru ym-iskar framførslur og heilsanir bornar fram, m.a. forseti Íslands, Ólavur Ragnarson og Jákup Lamhauge, býráðsformaður, ið eisini handaði Egilstaðar Komm-unu ein málning av Skálafjørðinum. Eystankórið sang íslendskar og føroyskar sangir. Eisini var høvi at vísa íslendingum føroyskan dans. Seinni um kvøldið varð farið ein túr í býin. Umframt at hava konsertir var eisini høvi at gera útferðir til ymisk kend støð har um vegir. M.a. vitjaðu vit eina viðarlund, har fyrrv. skógarfútin í Íslandi, Sigurd Bløndal, vísti okkum runt. Áðrenn farið varð til Íslands hevði kórið fingið samband við kenda toftamannin í Íslandi, Jón Sámalson, ið býr á Akureyri. Kórið hevði hugsað um at fingið hann sum ferðaleiðara tá vit komu til Akureyrar. Tá hann frætti at kórið skuldi koma til Íslands, var leyst og liðugt beinanegin og kom hann við flogfari til Egilstaðar og ferðaðist saman okkum, tann fyri okkum, langa teinin til Akureyrar. Túrurin til Akureyrar varð hendingaríkur. Jón dugdi so sera væl at siga frá hendingum frá landnámstíðini og uppeftir, at ein líkasum føldi seg aftur í tíðina. Tað man mangan hava verið langt at ferðast hjá íslendingum millum bóndagarðarnar uppi á hálendinum. Stundum var náttúran kørg og oyðin, bert sandur, og stundum grasgrønar fløtur. Á ferðini varð steðgað við sera vakra og kenda staðið Mývatn, har vit fingu døgurða. Tað var sera stórsligið at koma oman ímóti tí langa Eyðafirði. Inni á botninum liggur tann so sera vakri og nossligi býurin Akureyri. Á Akureyri gistu vit á einum góðum vallaraheimi. Dagin eftir høvdu vit eina væleydnaða konsert í Akureyrar kirkju. Til konsertina vóru eisini fleiri føroyingar, ið búðu á Akureyri og har um vegir. Akureyrar kirkja er sera vøkur innan við sínum serligu mosaikrútum. Doypifundurin er gjørdur eftir doypifuntinum í dómkirkjuni í Keypmannahavn. Eftir konsertina bjóðaði jón okkum øllum til ein kaffimunn á einum gistingarhúsi uttan fyri býin. Á hesum gistingarhúsi hittu vit eisini eina føroyska gentu, ið arbeiddi har. Síðan gekk leiðin til Húsavíkar, ið liggur minni enn 50 fjórðingar frá polarringinum. Í Húsavík skuldu vit hava okkara seinastu konsert í kirkjuni har. Eins og hinar kirkjurnar í Íslandi er hon vøkur við einum eyðkendum sniði. Undan konsertini bjóðaði kirkjutænarin okkum til kaffi og køkur í sínum so sera vakra og sermerkta urtagarði. Eftir konsertina fóru vit beinleiðis avstað aftur við kós móti Narvastaðum, har vit skuldu gista um náttina. Narvastaður er ein av teimum mongu bóndagørðunum, ið kunnu hýsa ferðafólki um summarið. Á Narvastøðum høvdu vit eitt sera hugnaligt kvøld. Dagin eftir fóru vit so víðari móti Egilstøðum. Vit steðgaðu aftur við Mývatn, har vit skuldu siga Jóni farvæl. Tað var við sorgblídni, at vit søgdu honum farvæl og takkaðu honum fyri tað hann hevði gjørt fyri okkum. Uttan henda so hugnaliga og frálíka frásøgumannin hevði túrurin ikki verið tað hann bleiv til. Hann ynskti okkum góða heimferð og bað Jesus verða við okkum. Eisini bað hann okkum um at heilsa vinum og kenningum heima. Komin aftur til Egilstaðar vóru vit sera móð av tí langa túrinum, so ikki varð hugsað so nógv um annað enn at sova. Dagin eftir varð farið heimaftur við Norrønu. Ein sera góður og hendingaríkur túrur var at enda komin. Eystankórið fer við hesum at takka øllum, ið hava hjálpt og stuðlað kórinum í sambandi við ferðina til Íslands. Jólakonsert í Glyvra kirkju Eystankórið, sum í ár verður stjórnað av Graeme Rudd, hevur jólakonsert í Glyvra kirkju sunnudagin 14. des. kl. 16. Á skránni eru føroyskir og útlendskir jólasangir og -sálmar. Harumframt verður okkurt solostykki framført eins og blásari, urga og onnur ljóðføri verða at hoyra. Jólahald í Christianskirkjuni Árliga jólahaldið í Christianskirkjuni við tónleiki og sangi verður sunnukvøldið 14. desember kl. 20.30. Luttakandi verða kórini í Emmaus og KFUM&K og Klaksvíkar Hornorkestur. Framførdir verða vanligir jólasangir og jólaløg. Andakt verður við Henningi Bøgesvang. Henda sið at hava eina hugnaløtu við jólatónleiki upp undir høgtíðina fór Klaksvíkar Hornorkestur undir í 1965. Tað vóru teir báðir Eli Nolsøe og Norman Edwards, táverandi formaður og dirigentur, sum vóru stigtakarar til hetta tiltak, og hevur tað nú vart óbrotið í 32 ár. Sum vant verður, um fólk hava hug til tess, møguleiki at leggja eitt oyra í talvurnar, sum standa við útgongdina. Klaksvíkar Hornorkestur Vánaligur heilsupolitikkur Soljóðandi skriv er sent landsstýrismanninum í heilsumál Kristian Magnussen og heilsumálastjóranum Høgna Joensen HEILAFELAGIÐ - felagið fyri apopleksi og afasi-rakt, vil hervið harðliga mótmæla, at deildin E3 á Landssjúkrahúsinum, einasta uppvenjingardeildin í landinum, við bert 9 seingjarplássum, nú er afturlatin vegna sparingar frá 28/11-97 til 5/1-98. Umframt hesar sparingar, er uppvenjingardeildin eisini umgjørd til vanliga medisinska deild tveir mánaðir hvørt summar, av tí at med. deildirnar B6 og B7 lata aftur 1 mánað hvør, vegna sparingar. Apopleksi er ein avleiðing av tøppi ella bløðing í heilanum, sum førir við sær ikki bara lammilsi í aðrari síðuni, men onnur brek, so sum mist evnir at vaska sær, lata seg úr og í, duga at fáa sær at eta, finna til hús aftur, mist evnir at lesa, skriva, rokna, duga klokkuna, og nógv onnur brek, sum bert serkøn innan økið duga at síggja /viðgera. Afasi er ein avleiðing av apopleksi, sum førir við sær at tey, ið rakt eru, kunnu hava trupulleikar við at fata tað, ið sagt verður við tey, afturat at tey hava trupult við at tosa. Hetta ger samskiftið við onnur sera trupult, og tey føla seg ofta sera einslig. Nøkur koma fyri seg aftur, meðan tey flestu kenna avleiðingarnar av hesum restina av lívinum, og tí skulu hava regluligar uppvenjingar so leingi tey liva. Tað er sera umráðandi, at tey, ið rakt verða, fáa bráða viðgerð á sjúkrahúsi av serútbúnum starvsfólki (t.v.s. læknar, sjúkrasystrar, ergo-fysioterapeutar og talulærarar), sum hava neyva vitan um apopleksia cerebri, og eru væl upplærd í >>Bobaths prinsippum<<, sum er venjing/røtt handfaran 24 tímar um døgnið. Í Danmark verður mett, at umleið 7. hvør dani verður raktur, roknað verður við at títtleikin er nakað tann sami í Føroyum. Royndir í Danmark hava víst, at miðsavnan av hesum sjúklingum á deildir við serútbúnum starvsfólki, hevur minkað munandi um deyðiligheitina og fylgjurnar eftir apopleksi. Tøl frá Vejle sjúkrahúsi vísa, at tað eftir bert einum ári vóru heili 38% fleiri, ið yvirlivdu eftir at tey vóru miðsavnað á eina deild við serútbúnum starvsfólkum. Tað skal ikki nógv hugflog til at rokna út, at 9 seingjarpláss 9 mánaðir um árið ikki kunnu nøkta tørvin, tí er avleiðingin av afturlatingunum at nógv fleiri av teimum, ið rakt verða, ongan møguleika hava at koma til uppvenjingar!!! Hetta vilja vit als ikki finna okkum í!!! Tað at deildin nú letur aftur meira enn ein mánaða, ber í sær, at sjúklingar eru sendir heim mitt í viðgerðini, hettak ann geva varandi afturstig, og harav verður teirra lívsvirði munandi skert. Teir sjúklingar, ið ikki eru útskrivaðir, eru fluttir á einastu medisinsku deildina, ið hevur opið og sum als ikki er normerað til uppvenjing, harafturat er deildin undir stórum trýsti orsakað av afturlatingunum. Sostatt fáa hesi sjúklingar nú bert venjing 1-2 tímar um døgnið í 5 dagar um vikuna. Hetta tiltak er undir alt lágmark, serliga tá hugsað verður um at árið 1997 er lýst at verða HEILAÁR og londini rundan um okkum hava brúkt nógva orku at betra viðurskiftini hjá hesum frammanundan niðurpri-oriteraða sjúklingabólki, og longu nú við góðum úrslitum, sum eisini koma samfelagnum til góðar (meira sjálvhjálpin ein verður, minni tørvur er á almennari hjálp). Hendan beint øvugta mannagongdin innan sjúkrahúsverkið førir við sær, at tey, ið rakt verða av apopleksi meðan uppvenjingardeildin E3 er afturlatin, eru í somu ringu støðu sum áðrenn nøkur uppvenjingardeild var stovnað. Hetta meta vit er út av lagi vánaligur heilsupolitikkur, ístaðin fyri at tað heldur skuldi verið ein sjálvfylgja, at tað bleiv økt um uppvenjingarplássini!!! Til seinast vil nevndin í HEILAFELAGNUM, felagið fyri apopleksi og afasi-rakt harðliga mótmæla sparingini á uppvenjingardeildini og samstundis seta vit eitt stórt spurnartekin við virðingina av hesum sjúklingabólki og spyrja hvar liggur ábyrgdin??? Hvar er etikkurin blivin av!!!!!!!! HEILAFELAGIÐ Felagið fyri apopleksi og afasi-rakt Postboks 3301 FR-110 Tórshavn Landafrøði Landafrøði. Mentan og umhvørvi - Arbeiðshefti Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út arbeiðshefti til bókina >>Mentan og umhvørvi<<. Rithøvundur er Christoffur Jensen. Heftið er ætlað landalæru og samtíðarkunning í framhaldsdeild fólkaskúlans. Í hesum arbeiðshefti verða menniskjans vinnuvegir viðgjørdir. Hvat vit virka, hvussu nógv vit virka, og til hvønn vit virka. Meðan arbeitt verður við hesum uppgávum, fer ein ivaleyst at koma eftir, at ein ávís skipan er í alheimsvinnu, vørunýtslu og tænastum og tí eisini í handilssamskiftinum á hesum økjum. Ein fær eisini innlit í, hvussu henda skipan hongur saman við tí ójavna ríkidøminum og fátækradøminum í heiminum. Heftið gevur einum betri møguleika at skilja nógvar av teim trupulleikum, vit lesa um í bløðum ella hoyra um í útvarpi og sjónvarpi. Gramar á Velbastað hevur sett og umbrotið, og Einars Prent hevur prentað. Heftið er 17 síður til støddar og fæst fyri 15 krónur. HB fingið nýggjan formann Fótbóltur: Gunnar Mohr skal stýra felagnum, sum stílar høgt í komandi tíðum FóTBÓLTUR: Gunnar Mohr er nýggjur formaður í HB. Á aðalfundi hjá felagnum mánakvøldið, tók Sigrun Mikkelsen seg aftur, eftir tvey ár í heita sessinum, og aðalfundurin valdi Gunnar Mohr í hennara stað. Gunnar Mohr boðaði eftir kappingarlok í ár frá, at hann gavst sum spælari, men hansara arbeiði í HB heldur fram. Gunnar hevur áður verið formaður í HB, og nú hann tekur viðaftur, eru veldugar avbjóðingar fyri framman. HB arbeiðir við at skipa partvís yrkisfótbólt, og aðalfudnurin samtykti eisini, at felagið skal seta pengar í eitt partafelag, sum skal reka 1. deildarhópin. HB er liðug at gjalda fyri felagshúsini hjá sær, og nú ætlar felagið at brúka fleiri pengar til ítróttarliga partin, ungdómsarbeiðið, 1. deild og annað. HB hevur ikki vunnið FM-heitið í 1. deild síðani 1990, og tað leggur ivaleyst frammaliga í huganum hjá nýggja formanninum, at fáa HB aftur á trúnuna innan langa tíð. Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Stevnurnar við FM-kappróðri lagdar Kappróður: Greitt er nær summarstevnunarnar við FM-kappróðri verða KAPPRÓÐUR: Róðrarsambandið hevur saman við stevnufyrireikarunum lagt FM-stevnurnar fyri 1998. Sum vanligt verður lagt til brots á norðoyastevnu í Klaksvík, og komandi ár verður norðoyastenvan eitt sindur seinni enn í ár. Hon verður frá 5. til 7. juni og kappróðurin er sum vant leygadagin 6. juni. Síðani verður FM-róður á Eystanstevnu á Skálafjørðinum 13. juni, so á sundalagsstevnu í Hvalvík 20. juni, á jóansøku í Vági 27. juni, á vestanstevnu í Miðvági 11. juli og seinast róðurin verður á ólavsøku 28. juli. Tilsamans eru seks FM-róðrar, og tað er tað sama, sum tað vanliga er. Skal eg náa nakað, má tað verða nú Fótbóltur: Nýggja álopsessið hjá HB stílar høgt í komandi kappingarári Í síðstu viku gjørdi Súni Fríði Johannesen avtalu við HB um at spæla við teimum næsta ár. Úr B68 hevur allatíðina verið sagt, at álopsspælarin úr Runavík skuldi spæla við teimum, og á Toftum hildu teir seg hava greiða avtalu við álopsspælaran, men nú er vent í holuni. ­ Ætlanin var, at eg skuldi halda fram í B68, men umstøðurnar gera, at eg ístaðin fari at spæla við HB. B68 skilur mína støðu, nú eg búgvi í Kvívík og arbeiði í Havn. Tað hevði verið ómetaliga trupult hjá mær at vant í B68 komandi ár, og tí havi eg valt HB fram um, sigur Súni Fríði Johannesen við Ítróttarsosialin. ­ Tað er ikki tað, at eg ætli mær at trappa niður nú, heldur øvugt, men tað ferðingin aftur og fram hevði farið við so nógari orku, at tað hevði uttan iva gingið út yvir fótbóltsspælið. Tað má verða nú Súni Fríði Johannesen er útróptur til at verða avloysarin hjá Una Arge í HB-álopinum, og tað verður ikki nøkur løtt uppgáva. Uni Arge var við 24 málum toppskjútti í kappingni í fjør, men skulu hesi mongu mál sammetast við nakað líknandi, er tað júst avrikið hjá Súna Fríða Johannesen í kappingini í 1995, tá fyrrverandi B68-arin eisini gjørdi 24 mál. ­ Fyri meg er tað ein veldug avbjóðing bara at fara í HB at spæla, tí har er sera stór kapping um plássini. Fyrsta málið, sum eg má seta mær, er at koma á liðið, og tað nýtist ikki verða nøkur løtt uppgáva, tí har eru nógvir góðir spælarar, sigur Súni Fríði Johannesen. ­ Men eg skal ikki fjala útyvir, at eg veruligi ætli mær nakað í komandi kappingarárið. Eg ætli mær at satsa, og tá hugsi eg bæði um heimligu kappingina við HB, Europa-Cup og landsliðið. Eg verði 26 ár næsta ár, og skal eg náa nakað í fótbólti, má tað verða nú. Ikki í toppformi Eftir fram úr góða árið í 1995, tá Súni Fríði Johannesen var tryggur toppskjútti í 1. deild, var hann úttikin aftur til landsliðið, eftir at hann fyrstu ferð hevði smakkað til tað í 1993. Men karrieran á landsliðnum er ikki long hjá sterka álopsspælaranum, og tað er serliga komið av, at avrikini í heimligu kappingini ikki hava verið tey somu tvey tey seinastu árini, sum tað var í 1995. ­ Trupulleikin hjá mær seinastu tvey kappingarárini hevur verið, at eg havi ikki verið í toppformi. Eg havi manglað júst tað síðsta sum skal til fyri at gera seg galdandi, og tað er fyri ein stóran part komið av, at eg havi havt nógvar smáar skaðar, sigur Súni Fríði Johannesen. ­ Í fjør hevði eg fleiri steðgir, tí eg var skaddur, og tað ger, at eg ongantíð fekk tað skarpheitina, sum skal til, skalt tú gera nógv mál. Eg vóni, at eg kann sleppa undan skæðum í ár, tí geri eg tað, kann eg koma í toppform, og so kann eg aftur stíla eftir landsliðnum. Higartil hevur Súni Fríði Johannesen spælt tvær ferðir á landsliðnum, og báðir dystirnir hava verið vinardystir. Fyrru ferð var móti Noregi í 1993, tá hann kom á vøllin seinasta hálva tíman, og seinnu ferð var móti Íslandi í 1995, tá hann spældi í ein tíma, áðrenn hann varð útskiftur. HB stílar sum altíð eftir meistaraheitinum í komandi kappingarárið, og eftir at teir í ár noyddst at lata seg noyða við næstfremsta plássið í deildini, eftir B36, sum fór við gullinum, eru teir í HB meiri svangir enn nakrantíð eftir gullinum. HB hevur fingið sær útlendskan venjara, og aðalfundurin hevur júst samtykt, at felagið skal seta pengar í partafelag, sum skal reka 1. deildarhópin. Hetta er alt stig á leiðini í at gerast føroyameistari aftur og framhaldandi at tryggja felagnum pláss millum tey størstu feløgini í landinum. ­ Eg kenni lítið til ætlaninar hjá HB við komandi kappingarárið, tí alt er so nýtt, men tað er heilt greitt, at felagið stílar høgt, sigur Súni Fríði Johannesen. ­ Tú hevur sjálvandi stórt trýst á tær, tá tú ert álopsspælari í HB, men møguleikin fyri at vinna okkurt er ivaleyst størri í HB enn í nógvum øðrum feløgum, og tað tiltalar meg eisini. Síðst í januar mánaði fer Súni Fríði Johannesen undir venjingina i nýggja felagnum hjá sær. Við Naddoddi Sjónvarpið hevur sent frá einum túri ið var gjørdur til Noregis við seksæringinum >>Naddoddi<< av Tvøroyri. Eg haldi at tað var ein góð sending. Góðar myndir og skemtingarsamir menn at vera saman við. Loyvi mær at rætta sjónvarpsmannin, tá hann greiddi frá at maðurin legði seg niður á tyljarnar. Nei, hann legði seg niður á tyljurnar. Ein tylja er kvennkynsorð, ikki kallkyn, sum sjónvarpsmaðurin gjørdi tað til. Helst kennir sjónvarpsmaðurin ikki nógv til bát. Tað er ein erlig sak; men so skal hann spyrja seg fyri, ella sláa orðið upp í orðabókini. Vinarliga hyggjari SvF - enn einaferð Viðmerking til, at Sjónvarp Føroya hevur tikið sendingina >>Hvat kann eg læra til?<< av skránni. Í eina tíð nú hevur SvF sent hesa sending hvønn leygardag seinnapart, og hevur hon verið einasta sending á skránni, ið hevur vent sær til ungdómin við øðrum enn amerikanskum undirhaldi av ivasamari dygd. Her var talan um upplýsing ætlað ungdóminum, ið annars ikki var at finna í sjónvarpinum. Men leygardagin 29.11.97 var sendingin brádliga horvin, og gjørdi soleiðis SvF til somu rás hon var áðrenn; ein rás púra uttan tilfar til ungdómin. Hetta má sigast at skapa iva um trúvirðið hjá bæði sjónvarpsstjóra og programleiðara, sum 15.11.97 undirskrivaðu sonevnda Øravíkarskjalið, og sostatt sýndu vilja at senda við størri atliti til ungdómin í framtíðini enn nú. (Øravíkarskjalið 5. Børn og ung). Eisini siga teir seg harvið vera áhugaðar at hava javnvág millum upplýsing og undirhald. (Øravíkarskjalið 2.2.1. Upplýsing og undirhald). Tað er greitt, at ungir føroyingar ikki hava góðar vónir fyri komandi ár hesum viðvíkjandi, tá SvF leggur út við at taka einastu upplýsandi ungdómssendingina burtur. Her er púrt onki samsvar við tað, sum sjónvarpið annars reypar vítt og breitt um. Ungdómurin verður altso av SvF noyddur at hyggja at øðrum rásum - hetta kann ikki vera rætt, men er veruleikin, inntil SvF byrjar at fylgja sínum egnu hugskotum - vónandi í næsta ár. Barbara Christophersen Her verða bara høvdingar eftir Tað verða bara høvdingarnir eftir í hesum landinum, tí allir indianararnir rýma og koma aldrin aftur, so leingi, sum Bjørn á Heygum og hansara slag ræður her, sigur formaðurin í Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna Útróðrarmenn eru rættiliga fortørnaðir yvir, at Bjørn á Heygum heitir á teir um at fara utanlands at finna sær arbeiði. Formaðurin í Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna, Martin Strøm, sigur, at Bjørn á Heygum hevur yvirhøvur ikki fyri neyðini at heita á útróðrarmenn um at fara av landinum. Teir eru langt síðan blakaðir út, sigur Martin Strøm. Og hann leggur dýran við, at tað kemur eingin aftur. >>Um teir billa sær inn, at nakar maður kemur aftur til hetta lorta landið, so skulu teir trúgva um aftur,<< sigur Martin Strøm. Tað er gott nokk við, at Bjørn á Heygum vísir á, at føroyingar fyrr hava verið uttanlands og arbeitt, sigur hann. >>Tá fóru teir til Ísland og Grønlands, og familjan varð eftir. Seinni komu menninir so aftur. Men nú fara teir við allari familjuni. Og har kemur eingin aftur.<< Tað skulu nakað nógv meira enn 15% í skattalætta til ávísan samfelagsbólk til, áðrenn fólk, sum eru rikin frá húsi og heimi, koma aftur, heldur hann. Ætlanini við øllum hesum glantrileikinum við skattalógum og inntøkutrygd, er tað bera skálkaskjól, sigur hann. Einasta, tað gongur út upp á hjá hasum selskapinum, er at forkoma útróðrinum, sigur Martin Strøm. >>Og hasar skattalógirnar kunnu teir stinga eitt ávíst stað.<< Hann sigur, at útróðrarmenn betakka seg fyri at verða verðandi her. Her er gjørt so tvørligt og ómøguligt at vera, at menn nokk skulu stinga av sjálvbodnir. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Ongin loynilig avtala um skattalættan til fiskimenn Tað er heilt avgjørt ongin ráðagerð løgd ímóti fiskimonnum um, at hýrurnar skulu lækka afturfyri skattalættan. ­ Hvat fer at henda í komandi samráðingum, er vónleyst at siga nú ­ Tað ber ikki til nú at siga, hvat fer at henda um eitt ár. ­ Og vit hava í hvussu so er ikki avtalað, hvat skal henda. Tá ið skattalættin til fiskimenn var til viðgerðar í tinginum, róku løgtingsmenn framundir, at endin við skattalættanum verður, at hýrurnar hjá fiskimonnum fara at lækka, næstu ferð samráðingar verða við reiðararnar. Men hesum vísir Óli Jacobsen formaður í fiskimannafelagnum, aftur uppá tað harðasta. ­ Næstu samráðingar verða í fyrsta lagi um eitt ár. ­ Og hvat fer at henda um eitt ár, er púra vónleyst at siga nú. Undir viðgerðini í løgtinginum váttaði Bjørn á Heygum, sambandsmaður, fyri Sosialianum, at hann væntaði, at fiskimenn fóru at lata eitt sindur afturfyri skattalættan - altso, at teir fóru at ganga við til at lækka hýrurnar. Í Degi og Viku týskvøldið fekst Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður, ikki til at verða so bersøgin, men hann segði, at skattalættin gevur størri rásarrúm undir samráðingunum. Og tað halda mong er ein meiri diplomatisk orðing av tí sama, sum Bjørn á Heygum segði. Politikarar úr andstøðuni, m.a. formenninir í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldsiflokkinum, vístu á sama vanda. Men alt hetta, kennir formaður fiskimannafelagsins púra onki til. ­ Tað er ongin avtala í samgonguni um nakað slíkt.­ Tað er ikki so frægt sum nevnt, at fiskimenn skulu lata burturav hýrunum afturfyri skattalættan. Men nú sigur Bjørn á Heygum t.d., at hann beinleiðis væntar, at fiskimenn ganga við til at lækka hýrurnar? Tað heldur hann vera ein fortreyt fyri at lata skattalættan? ­ Bjørn á Heygum kann vænta sær akkurát, hvat hann vil. ­ Táið uppskotið um skattalættan er avgjørt í tinginum, er tað liðugt. ­ Og síðani hevur tingið onga ávirkan á gongdina. Tí samráðingarnar verður eitt mál ímillum tveir partar á arbeiðsmarknaðinum, reiðararnar og okkum, har ið eg bara eri ein av mongum samráðingarmonnum fyri fiskimenn, sigur Óli Jacobsen. Ómøguligt at siga Óli Jacobsen sigur, at tað er heilt ómøguligt at siga, hvat fer at henda í samráðingunum. ­ Vit fara sjálvandi sum altíð at samráðast báði við ábyrgd fyri fiskimonnum og fyri arbeiðsplássunum, sigur formaður fiskimannafelagsins. ­ Vit hava hava sjálvandi eisini áhuga í, at skip eru, sum fiskimenn kunnu fara umborð. ­ Eftir hesi aðalreglu hava vit samráðst eftir hvørja einastu ferð. Og tað hevur eisini hent seg, at fiskimannafelagið hevur góðtikið at lækka hýrurnar. ­ M.a. lækkaðu vit hýrurnar á rækjutrolarum úr 28%, niður í 24% í 1993, táið kreppan var uppá tað ringasta. Men eisini hýrurnar á nótaskipum og verksmiðjutrolarunum lækkaðu. ­ Tað varð, tí manningarfeløgini løgdu stóran dent á at varðveita fjarfiskiflotan og tey arbeiðspláss, sum í honum eru. Og tað eydnaðist. Óli Jacobsen sigur, at tað sama samfelagssinni vil fiskimannafelagið altíð vísa. ­ Fyri at stuðla royndunum eftir óvanligum fiskasløgum, eru vit eisini í onkrum føri gingin við til sersáttmálar við serliga lágum hýruprosentum. Men, hvat fer at henda um eitt ár, ber slett ikki til at siga. Tí tað er heilt ómøguligt at siga, hvussu støðan verður tá. ­ Tað gongur upp og tað gongur niður í fiskivinnuni. ­ Og tað eru einir 10 ymsir fiskihættir, sum byggja á hvør sína fortreyt. ­ Sáttmálin gongur út 1. januar í 1999. Og táið tað líður út, fara vit at taka støðu til, um sáttmálin skal sigast upp, og hvørji krøv so skulu setast til nýggjan sáttmála. Sama møguleika hava reiðararnir. Men tá vera tað tær mekanismur, sum stýra samráðingum, sum verða galdandi, og fyrr ella seinni koma vit til eina semju. ­ Semjast vit ikki í fyrstu syftu, kemur semingsstovnurin uppí. Og endar tað við verkfalli, kann landsstýrið enda tað við lóg. Tað er vónleyst at spáa frammaundan, hvussu leikur fer. ­ Men at tosa um tað nú, tykir mær verða ein roynd at skapa eina støðu, sum ikki er. Báðir partar yvirliva Óli Jacobsen heldur, at prinsipielt má grundarlagið undir sáttmálanumn vera, at báðir partar yvirliva, og at javnvág er í, so at hvørgin parturin ikki heilt verður við sviðusoð. Spurningurin um manningahýrurnar er nógv meiri fløktur, enn spurningurin um tímalønina á landi. ­ Manningin fær part í veiðini. Gongur væl, fáa teir meir, gongur verri, fáa teir verri. ­ Og so ber til at gera frávik fyri at eggja uppundir eina vinnu. ­ T.d. nevnir hann, at á teimum stóru nótaskipunum er hýruprosentið lægri enn aðrastaðni, so báturin gongur. Men kortini fær manningin nógv burturúr, tí skipini eru so effektiv. Tú segði, at hýrurnar á rækjutrolarunum var lækkað 4%. Men teir vena seg akkurát líka illa enn? ­ Ja, men prosentið er farið uppeftir aftur. Men hýrurnar á rækjutrolarunum er onki serlig nú. Nettupp til rækjutrolararnar hevði tað verið rætt at latið eina viðbót, sum reiðararnir ikki hava ráð til, men sum hevði verið samfelagsgagnlig kortini. ­ Ein dagløn á landi er einar 670 krónur. Í miðal er daglønin til manningina umborð á einum rækjutrolara er ikki meiri enn 967 krónur alt í alt. ­ Tað er góð 44% meiri enn ein dagløn fyri átta tímar á landi. ­ Hesi 44% eru endurgjald fyri yvirtíð, skeivar arbeiðstíðir, heimstaðarsakn, vikuskiftisarbeiði o.s. fr. Tað ljóðar ikki, sum um tú heldur, at har er nakað at geva av? ­ Nei, tað er tað ikki. Væl nøgdur Annars er formaðurin í fiskimannafelagnum væl nøgdur við viðgerðina í tinginum av uppskotinum um skattalætta til fiskimenn. ­ Viðgerðin vísti, at uppskotið verður helst samtykt undir einum ella øðrum líki. ­ Tað, sum nú verður tosað um, er at lata tað fevna um minstuløn, og aðra inntøkutrygd eisini, so eisini teir fáa ágóðan av skattalættanum. ­ Og tað kann tað eg ikki annað enn verða nøgdir við, sigur Óli Jacobsen. Ikki lóg men kungerð Tað hevur eisini verið funnist at fiskimálaráðharranum, tí hann hevur sagt, at verður verkfall, fer hann at seta lógina til viks um at skip kunnu í mesta lagi avreiða 25% uttanlands, uttan at missa fiskidagar. Hetta er ein misskiljing, sigur Óli Jacobsen. Hann sigur, at lógin er, sum hon er, men lógin gevur landsstýrismanninum heimild at regulera hesi viðurskifti í kunngerðum. ­ Og tað er kunngerðin um 25% regluna, John Petersen er til reiðar at broyta, so at skipini kunnu avreiða uttanlands ótarnað, um verkfall verður, sigur formaðurin í fiskimannafelagnum. Vanligt at gjalda skuld í góðum tíðum - Spurningurin er, hvussu haldgott búskaparliga framgongdin í Føroyum er, tí hon í høvuðsheitinum stavar frá fiskiskapinum og lága rentustøðinum í løtuni. Í øllum londum við stórari skuld, er tað náttúrligt at fáa skuldina niður í góðum tíðum, sigur formaðurin í Fíggingargrunninum m.a. í samrøðuni, í samband við frágreiðingina hjá Ráðgevandini nevndini Í sambandi við frágreiðingina hjá Ráðgevandi nevndini hjá forsætisráðharranum, sum kom herfyri, hava vit tosa við Knud Heinesen um ymsik viðurskifti Eitt nú leggur frágreiðingin upp til, at føroyingar skulu tátta í fíggjarliga, minka sethúsarentuna, ikki broyta núgaldandi mvg-skipan, minka stuðulsskipanir í fiskivinnuni o.s.fr.. Annfinn Kallsberg, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er ikki samdur. Hann vil broyta mvg-skipanina, veita skattalætta og stuðul til fiskivinnuna. Hvat heldur Knud Heinesen um tað? - Tað er at fegnast um, at tað nú búskaparliga gongur framá í Føroyum. Tað sæst á yvirskotinum hjá Landskassanum, sum í høvuðsheitinum stavar frá Føroya Banka, sigur Knud Heinesen. Fiskivinnan og lága rentustøðið - Orsøkin til at Føroya Banki er førur fyri at gjalda upphæddina, er jú tekin um framgongd í Føroyum. - Onnur gleðilig hending er, at tað nú er yvirskot á handilsjavnaðinum, men ikki minst gleðiligt er tað, at arbeiðsloysið minkar. Knud Heinesen setir tó spurnartekin við, hvussu haldgott fíggjarliga framgongdin er, tí hon í høvuðsheitinum stavar frá fiskiskapinum, og lága rentustøðinum í løtuni. Eingin veit, hvussu leingi nógvur fiskur verður at fáa í føroyskum sjógvi, ella hvussu leingi rentan verður so lág,sum hon er nú. - Tí er vandin fyri búskaparligari afturgongd stórur. Tað skal eisini takast við, at almenna skuldin er ógvuliga stór. Í einhvørjum landi við so stórari skuld, er tað náttúrligt at fáa skuldina niður í góðum tíðum, sigur Knud Heinesen. - Er tað ein trupulleiki fyri føroyska búskapin, at politikararnir ikki vilja sleppa ymsu stuðulsskipanunum? Stuðulsskipaninar hanga ikki saman -Tað er ikki so týdningarmikið at tosa um einstøku stuðulsskipaninar.Áhugaverdari er, at allar tær almennu stuðulsskipanirnar- tað veri seg ískoyti, avgjøld og skattafrádráttir - sínamillum eiga at vera tengdar saman, so tað tænir einum endamáli -nevniliga at styrka vinnuligu menningina í Føroyum. - Eitt er at tryggja eitt forsvarliga fisktitrýst, annað er er at fáa ein fiskiflota, sum í stødd svarar til veiðumøguleikarnar. Triðja er at hava kappingarføran fiskiídnað, og ikki minst, at ein størri partur av veiðuni verður landað í Føroyum. - Tað krevur so eisini at rávøran verður meira góðskað, umframt at neyðugt er við størri kappingarføri í útflutninginum, sigur Knud Heinesen. Hann heldur, at eingi av hesum viðurskiftum er nóg góð sum er. Tí er vandin fyri afturgongd so stórur, um fiskiskapurin minkar, ella rentustøðið hækkar. - Sambært frágreiðingini, fæst ikki eins góður prísur í Føroyum og aðrastaðni. Tað hevur m.a. við sær at hýrurnar minka, revsing verður sett fyri at landa uttanlands o.s.fr. ? - Trupulleikin er, at ymsu ískoytis- og avgjaldsskipaninar tilsamans ikki geva eitt úrslit. Eg nevndi t.d. týdningin av at hava kappingarføra fiskivinnu. Við hesum meini eg eina fiskivinnu, sum er før fyri at gjalda eins nógv og skipini fáa aðrastaðni. Iikki geva Framtaksgrunninum karakter Síðani kemur spurningurin, um ov nógv flakavirki eru í Føroyum, sambært metingum, tá Fiskavirking varð stovnað, og til nú Framtaksgrunnurin hevur tikið yvir? - Við hesum leggur tú upp til, at eg skal gera viðmerkingar til leiklutin hjá Framtaksgrunninum, við keypinum av Fiskavirking, sigur Knud Heinesen. Sum formaður í Fígggingargrunninum, heldur hann ikki, at tað er hansara uppgáva at geva Framtaksgrunninum karakter fyri sítt arbeiði. Spurningurin um at viðgera Fiskavirking, sum var ein partur hjá Fíggingargrunninum fyri fleiri árum síðan, og til Framtaksgrunnin og Fiskavirking í dag, er ein long søga, sum hann ikki heldur hóskar á hesum stað. - Eru ov nógv virkir í Føroyum? - Spurningurin kann ikki svarast fyri seg. Um størri nøgdir vóru landaðar í Føroyum, og rávøran varð góðskað meira, so hevði verið pláss fyri fleiri virkjum, enn í dag, sigur Knud Heinesen. - Eru føroysk vinnlívsfólk og sølufólk før fyri at kappast við hini í uttanlands? - Tað haldi eg ikki er høvuðstrupulleikin. Eg haldi, at Føroyar eiga nógv, góð vinnulívsfólk. Trupulleikin er, at føroyingar ikki fáa bygnaðin í fiskivinnuni at hanga saman. Vilja føroyingar loysing, fáa teir tað - Trupla samskiftið við danir hava fingið føroyingar at tosa um loysing, Er tað ein haldgóð loysn? - Um meirluti er fyri loysing í Føroyum, so er einki ivamál . So verður tað gjørt. Tað er upp til føroyingar at svara fyri hesum spurningi. Knud Heinesen hevur gjølla lisið yvirlýsingina frá seinasta landsfundi hjá Javnaðarflokkinum, um at seta eina sjálvstýrislóg í gildi, sum avloysir heimastýrislógina, men hann heldur, at tað er ógvuliga torført at skilja ítøkiliga, hvat tað er, sum flokkurin vil broyta, í mun til núgaldandi skipan. - Eg vil kortini halda, at danska stjórnin er sinnað at dagføra Heimastýrislógina, sigur Knud Heinesen. - Einki samband hevur verið millum danska og føroyska Javnaðarflokkin í longri tíð. Er broytta mynstrið í samskiftinum, tekin um nýggja siðvenju í sosialdemokratiska flokkinum? - Soleiðis sum eg síggi hetta, so eru viðurskiftini tíverri vánaligari nú enn eg kann minnist tey hava verið, síðani Klaksvíksstríðið. Tað er hugstoytt, sigur Knud Heinesen. - Eg vóni, at ymsu samráðingarnar um skuld og afturgjalding, og eisini úrslitið av bankakanningini fara at vísa seg at gerast grundarlagið fyri, at bøta um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. - Heldur tú at tað hevði gagnað, um vit fingu annað slag av samstarvsskipan, enn vit hava í dag? - Einki broytist við bert at seta aðra lóg í gildi, men meira áhugavert kundi verið at tosa um, hvat ein nýggj lóg í innihaldi skuldi snúð seg um. - Eg dugi kortini væl at síggja nøkur sjónarmið, tankar og kenslur í uppskotinum, men eg haldi, at Javnaðarflokkurin skuldi arbeitt víðari við uppskotinum, so tað verður meira ítøkiligt. Bankakreppan og atvoldin til hana slítandi - Hevur tú sumgamal politikari og ráðharri nakra ábending um, hví kreppan millum londini gjørdist so stór? -Tað er torført at siga. Ein frágreiðing er kanska stóru trupulleikarnar, sum Føroyar ikki hava havt áður í okkara tíð, hevur ført til ymsar meiningar, hvussu kreppan átti at verið loyst. - Hvørt hetta sipar til persónar og meira kenslubornar tankar, veit eg ikki, men eg haldi, at harðrendi veruleikin við bankakreppu og atvoldin til hana, hevur verið ov tung at hardfara. - Tað hevur gingið út yvir tey fyrr so góðu viðurskiftini millum londini. - Er tað ókunnleiki til føroysk viðurskifti, sum hava elvt til stóru álitiskreppuna millum Føroyar og Danmark? - Tað hugsi eg ikki. Danska stjórnin hevur allar møguleikar at seta seg inn í føroysk viðurskifti. Politiskt óveruligt at kapitalisera blokkin - Hevði tað verið gott hugskot at kapitalisera blokkin? - Eg dugi ikki at ímynda mær, at tað hevði verið politisktur meirlut fyri tí í Fólkatinginum, sigur Knud Heinesen. Hann heldur, at fyri tað fyrsta er talan um stóra upphædd - 14 mia. krónur, hava verið nevndar- at gjalda einaferð. Umframt tað, so hevði danski staturin als onga ávirkan fingið, hvussu peningurin varð nýttur, ella til hvørji endamál. Knud Heinesen heldur kapitaliseringina av blokkinum vera politiskt heilt óveruligt. Í løtuni stur ein arbeiðsbólkur, sum hevur til uppgávu at meta um, hvørt bankin skal privatiserast. Álit um at privatisera bankan til várs - Er tað gott hugskot at privatisera bankan aftur? - Um tað kann eg bert siga, at tað stendur í felagsavtaluni millumFøroya og donsku stjórnina, at ognarvirðurskiftini millum bankan og Fíggingargrunnin skulu endurskoðast og møguliga avtakast við tíðini. - Eg eri formaður í Fíggingargrunninum, og tað er álagt okkum at arbeiða við einum uppskoti um lutvísa avmarking í eigara viðurskiftunum hjá grunninum. - Í løtuni arbeiða við uppskotinum, sum skal verða eitt liðugt álit til várs, sigur Knud Heinesen. Tað verður almennt kunngjørt í ársfrágreiðini hjá Fíggingargrunninum kemur í mars mánað 1998. Áðrenn hetta, vil hann einki siga um framtíðina hjá bankanum. - Tað er mín skylda mótvegis Landsstýri og tingi, at hesi verða kunnað um hetta, áðrenn tað kemur fram í fjølmiðlunum, sigur Knud Heinesen. Á fullgóðan hátt Viðmerking til grein í Sosialinum 6. desember >>Sámal Petur í Grund hevur sum landsstýrismaður ikki umsitið sítt málsøki á fullgóðan hátt og tí er hann koyrdur frá. Grundgevingarnar fyri hesum eru í brævinum til landsstýrismannin<<. Hesi orð er løgmaður Edmund Joensen endurgivin fyri at siga í Sosialinum leygardagin 6. desember. Hvat er fullgott og hvat er ikki. Skal ein døma eftir tí innihaldi sum er í brævinum til undirritaða, so eru tað tvey fyribrigdi, sum kunnu koma undir hetta heiti. Tað fyrra, tað er hjá einum landsstýrismanni at venda sær til andstøðuna, tá meiriluti ikki kann finnast innan samgonguna. Tað skal eingin ivi vera um, at undirritaði er fullsamdur við løgmann um, at tað ikki er arbeiðsháttur, sum eigur at verða góðtikin, um ein landsstýrismaður fer út um samgonguna við málum, sum hann ikki fær gjøgnumført í samgonguni. Men tá undirritaði á ongum sinni hevur nýtt henda arbeiðshátt, ella hevur havt tað í umbúna, so heldur henda grundgevingin ikki. Hitt fyribrigdi, sum kann gera seg galdandi, er málsviðgerðin, áðrenn farið blívur út til politisku flokkarnar og almenna umrøðu. Her eri eg heldur ikki so ósamdur við løgmann. Løgmaður vísir á, at viðgerðin má byrja í landsstýrinum fyri síðan møguliga at fara yvir samgongufund, út til politisku flokkarnar til støðutakan. Vit, sum upplivdu at vera í løgtingssalinum undir fíggjarlógarviðgerðini, máttu standa model til, at løgmaður tók undir við kritikarunum av arbeiði landsstýrismanna, ja enntá so langt, at løgmaður fyri opnari mikrofon helt fyri, >>at tað kundi ikki verða soleiðis at løgmaður skuldi skifta blæur á landsstýrismonnunum. Landsstýrismenninir skuldu undir nýggju stýrisskipanarlógini sjálvir tryggja sær uppbakning í baklandi sínum, fyri tí teir fyrislógu<<. Sjálvandi eigur ein lands-stýrismaður at taka til eftirtektar tað sum løgmaður sigur. Tunnilsviðgerin Hetta gjørdi undirritaði í sambandi við tunnilsgerð undir Vestmannasundi. Eftir at hava verið í Íslandi í juni mánað, í mentanarørindum, og í hesum sambandi saman við øðrum, verið undir Hvalfjørðinum og eygleitt tunnilsgerðina, greiddi undirritaði heimafturkomin frá hesum landsstýrisfundi, og legði afturat, at landsverkfrøðingurin fór at blíva biðin um at dagføra projektið frá 1988. Í brævi til landsstýrismenn og løgmann dagfest 30. oktober, og lagt til kunningar á politiskum landsstýrisfundi, verður greitt frá, at prísirnir á pro-jektinum eru dagførdir og eru lagdir við sum grundarlag undir framhaldandi kjakið. Á politiskum landsstýrisfundi mánadagin 17. november kunnaði undirritaði landsstýrið um, at ætlanin var at gera uppskotið soleiðis, at tað bleiv eitt partafelag, sum tók sær av at byggja og reka undirsjóvartunnilin. Á landsstýrisfundi 24. november boðaði løgmaður frá, at hann hevði ikki givið tilsøgn til at byggja tunnil undir Vestmannasundi. Hósmorgun 27. november sendi undirritaði so nógv umtalaða brævið, dagfest 25. november, út til samgongutinglimir. So tað er eingin ivi um, at málið er viðgjørt politiskt í landsstýrinum, áðrenn tað er farið út til samgongutinglimir. Í brævinum verður eisini klárt undirstrikað, at talan er um at málið skal aftur á landsstýrisfund, um tað skal gjøgnumførast. So hetta seinna fyribrigdið yvirlivir heldur ikki sum fullgott. Fullgóður Bert á einum sinni er undirritaði gjørdur varur við, at løgmaður ivaðist í um undirritaði røkti sítt starv á fullgóðan hátt. Hetta hendi í Helsinki í november mánaði. Eitt bræv frá danska statsministeriinum var komið at liggja á borðinum í kamarinum. Hetta bræv var undirskrivað av einum sum kallaði seg >>ministersekretær<<. Hesin >>sekreterurin<< skrivaði, at Poul Nyrup Rasmussen hevði heitt á hana, um at bjóða undirritaða og restini av tí føroyska fylginum til >>en drink<<. Poul Nyrup Rasmussen er persónur, sum ikki tekur av invitatión til Føroya, tí hann ræðist okkum. Undirritaði føldi onga trongd til at taka av invitatiónini, harumframt kan >>en drink<< slettis ikki freista meg. Tá undirritaði so, sum tann einasti av teim politisku umboðunum, helt seg burtur, fekk undirritaði frá løgmanni at vita, at hann nú mátti fara at kanna hvat tað er at vera fullgóður. Er tað soleiðis, at ein skal gera knæfall fyri Poul Nyrup Rasmussen fyri at vera fullgóður, so vælgagnist tykkum, sum eru tað. Sámal Petur í Grund SOSIALURIN HITTIR NYRUP: - Eg komi til Føroya at lurta og tosa Tað eru nógv felags mál at tosa um, men danski forsætisráðharrin vil eisini vissa føroyingar um, at danska stjórnin stendur aftanfyri føroyingar í undirgrundarmálinum, eins og hann vil vitja føroyska Javnaðarflokkin Poul Nyrup Rasmussen sigur, at danska stjórnin stuðlar føroyingum í undirgrundarmálinum Tað var ein heldur lættur og hugagóður forsætisráðharri, sum Sosialurin fekk í hornið í gjár. Poul Nyrup Rasmussen hevði fyrrapartin latið frætta, at hann kom á vitjan í Føroyum, umframt at hann eisini hevði tosað við Jóannes Eidesgaard, formann í Javnaðarflokkinum. Forsætisráðharrin fegnast um, at tað nú verður møguleiki at koma til hendavegin, í fyrsta umfari á Ríkisfund, men seinni á almenna vitjan, sum Landsstýrið hevur bjóðað Nyrup og konuni seinni í ár. - Á dagsskránni fyri fundin 6. januar, sum ikki er liðug enn, verður talan um breiða kunning um øll felagsmál innan ríkisfelagsskapin, sigur Nyrup í telefonini úr Keypmannahavn. - Vit fara fyrst og fremst at tosa um felags áhugamál, og um framtíðina, innan búskapligu og vinnuligu menningina. - Eg vil eisini fegin tosa um undirgrundarmálið við føroyingar og vissa teir um, at danska stjórnin stendur aftanfyri, og stuðlar teirri strategi, sum føroyingar hava valt at føra, sigur Nyrup Rasmussen. Hann vil eisini fegin fáa høvi at tosa við føroyingar, fyrst og fremst, og hann leggur dent á at hann vil lurta eftir, hvat føroyingar siga og halda um ymisk viðurskifti, men vil kortini ikki vil koma nærri inn á tað. - Eg havi júst tosað við Jóannes Eidesgaard, formann í Javnaðarflokkinum, og vit avtalaðu at seta ein dag av til at vitja flokkin, sigur Nyrup Rasmussen. Forsætisráðharrin kemur við Atantc til Føroya 6. januar. Síðani verður Ríkisfundurin 7. januar, og væntandi verður farið aftur til Danmarkar 8. januar. - Nú er ætlanin, at vit skulu koma aftur á vitjan seinni í ár. Eg kundi hugsað mær, at hetta kundi verið í summatíðini, so vit kunnu njóta náttúruna og ferðast kring landið, sigur Nyrup Rasmussen. Spurdur, um kona forsætisráðharran Lone Dybkjær kemur við á almennu vitjanini, sigur Nyrup Rasmussen, at tað vilja tey bæði fegin, og vóna, at tað ber til at áseta eina tíð fyri vitjanina, har tað liggur fyri hjá teimum báðum at koma hendavegin. - Hetta skulu vit fyribils tosa við Landsstýrið um, fyri at vita, nær tað liggur best fyri at taka ímóti okkum, sigur forsætisráðharrin. Annfinn Kallsberg leggur upp til at kamuflera stuðul - Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum arbeiðir beinleiðis ímóti tí politikki, hann sjálvur hevur stungið út í kortið, sigur samfelagsfrøðingur, sum Sosialurin hevur tosað við. Hann vísir á, at meðan arbeitt hevur verið fyri, at allur studningur skal verða sjónligar - eitt nú við at setahúsaeigarar nú fáa rentustuðul í staðin fyri rentufrádrátt (frádráttarskipanin er gjørd um til eina útgjaldsskipan), er landsstýrismaðurin farin at gera tað øvugta: Annfinn Kallsberg At veita fiskivinnuni stuðul - hesaferð sum skattligan frádrátt til sjófólkið. Vit hava ikki spurt samfelagsfrøðingin, um tað er rætt ella skeivt at geva sjófólkinum frægari sømdir, men vit vilja hava hann at greina, hvørja ávirkan tað hevur á samfelagið og samfelagsbúskapin, at ein slík skipan verður sett í verk. Studningurin er aftur vaksandi Samfelagsfrøðingurin sigur, at tað hevur verið breið semja millum búskaparfrøðingar - og seinnu árini eisini politikarar - um, at studningur er ósunnur. Studningurin førir við sær ov stórt kapitalapparat - at vit fáa ov stóran flota í mun til tilfeingi. Hetta førir aftur við sær, at fiskastovnarnir verða niðurfiskaðir, og at tað verður ómøguligt hjá reiðarum at fáa eitt nøktandi avkast upp á tær íløgur, sum gjørdar eru í vinnutólini. - Hetta kann lættliga bera við sær stórt trýst á politisku skipanina um at veita vinnuni enn meira studning, sigur hann. Í áttatiárunum varð nógv studningur veittur - bæði sum rakstrarstudningur, manningarstudningur, men eisini sum beinleiðis íløgustudningur, við tað at landskassin kom inn og garanteraði. Nógvar av hesum skipanum eru tiknar burtur, soleiðis at studningurin í dag er væl minni, enn hann var fyrr, men hann er enn ógvuliga stórur, og hann er nú aftur vaksandi. Á fíggjarlógini fyri 1997 sæst, at játtan til fiskivinnumál er 237 milliónir krónur. - Við hesum sæst, at studningurin framvegis er stórur, og verður ein skattalætti givin vinnuni upp á 40-50 milliónir krónur, so veksur studningurin við hesum. - Í roynd og veru er talan um stuðul til eina ávísa vinnu. Um stuðulin verður givin á ein hátt ella ein annan hátt, so virkar hann á sama hátt. Hann er ósunnur, tí vit ikki fáa tilpassað kapasitetin við tilfeingið. Við øðrum orðum verður úrslitið tað, at vit fáa ov nógv skip og óneyðuga nógv arbeiðspláss á sjónum. Til samanberingar vísir samfelagsfrøðingurin á, at í Íslandi fær hvør fiskimaður - ella hvørt bruttotonsið - meira enn dupult so nógv burturúr, sum í Føroyum. Hetta sigur okkum eitt sindur um, at vit hava ov stóran kapasitet í føroyska flotanum. At veita sjófólkinum skattalætta virkar á sama hátt, sum stuðul til fiskivinnuna. Útgjaldsskipan heldur enn frádrátt Nú hevur verið ført fram undir viðgerðini av hesum skattalógarbroytingum, at tær fara at hava við sær, at kappingarførið hjá fiskivinnuni batnar. - Men er tað so? - Kappingarførið hjá fiskivinnuni batnar upp á stutt sikt, tí hon fær betur ráð at kappast mótvegis øðrum vinnum um arbeiðsmegina. Men upp á longri sikt hevur hetta ringa ávirkan, bæði innan fiskivinnuna og búskapin sum heild, tí trýst verður lagt á at fáa eina stóra generella reallønarhækking, tá ið slíkur skattalætti verður givin til ávísan yrkisbólk. - Landsstýrismaðurin hevur jú sagt, at rentufrádráttur verður lagdur um til útgjaldsskipanir, og sum grundgeving hevur hann sagt, at studningur skal vera sjónligur. Í hesum málinum leggur fíggjarmálaráðharrin upp til at kamuflera studning, við at koyra hann inn sum ein frádrátt - og ikki sum eina útgjaldsskipan. - Um landsstýrismaðurin í heila tikið skuldi sett hesa skipan í verk - og hildið síni egnu prinsipp - átti hann at gjørt stuðulin sum eina útgjaldsskipan, tí so var hann sjónligur í landskassaroknskapinum. Samfelagsfrøðingurin heldur, at tað verður vónleyst at rudda upp aftur í hesum málinum um nøkur ár, men var skipanin gjørd sum ein útgjaldsskipan, so vistu øll, hvussu nógv skipanin kostaði - og tá var eingin møguleiki at krógva tað. Hann heldur, at tað er eitt sunt og gott sjónarmið at hava, at studningar skulu vera sjónligir. Um aktuella skipanin fyri sjófólkið skal gerast - um hon er rationell - so eigur hon at gerast sum ein útgjaldsskipan. Onkur annar skal gjalda Millum føroyskar og danskar búskaparfrøðingar er breið semja um, at vøksturin í búskapinum er stórur. Heldur búskaparvøksturin áfram við líka stórari ferð, verður handilsjavnayvirskotið, sum hevur verið seinastu árini (meðan búskaparvirksemið hevur verið lítið) vent til undirskot. Skattalættin, sum er ætlaður í uppskotinum, er at meta sum ógvusligt fíggjarpolitiskt tiltak, tí 40-50 milliónir krónur í keypiorku beinleiðis verða lætnar úr landskassanum, uttan at tilsvarandi keypiorka verður drigin inn, annaðhvørt við sparingum á útreiðslusíðuni ella við at hækka skattir og avgjøld annars. - Hvat kann hetta so merkja fyri vanliga borgaran? - Í fyrstu atløgu kostar uppskotið 40-50 milliónir krónur fyri landskassan. Væl kann tó hugsast, at ein partur av hesum kemur inn aftur í landskassan sum inntøkur í sambandi við vaksandi nýtslu. Ringt er at meta nágreiniliga um hetta. Hesin spurningur er í verandi støðu eisini minni týdningarmikil, tí tað sum umræður er, at landskassin við hesum tiltaki er við at seta meira ferð á búskapin, enn gott er. Ov nógv ferð á búskapinum merkir tørv á arbeiðsmegi, og við hesum verður trýst lagt á lønarlagið. Hetta skapar aftur trupulleikar hjá føroysku vinnuni at kappast móti útlendskari framleiðslu. Ov nógv ferð á búskapinum merkir eisini, at vandi er fyri, at uttanlandsskuldin aftur fer at vaksa. Skal landskassin tí ikki vera við til at seta meira ferð á búskapin við hesum skattalættanum, so má onkur annar gjalda. Tað verður so við hægri skatti hjá øðrum starvsbólkum, ella við at hækka MVG'ið. - Hin møguleikin er, at tilsvarandi upphædd verður spard á útreiðslusíðuni hjá landskassanum, sigur samfelagsfrøðingurin. Tekstmaskinan Super Rally Race Við nýggjastu útgávuni av Rally Championship varðveitir spælið støðuna sum tað besta og mest spennandi racer-spælið higartil International Rally Championship yvirhálar aftur kappingarneytarnar. Har eru nýggir banar, nýggj modellir møguleiki at gera sínar egnu kappingar og eitt gameplay, sum ger spælið enn stuttligari enn áður. Grafikkurin er eisini betraður Dámar tær væl brent gummi og at hjólini spola, og traðkar tú speedaran í botn tá tú koyrir, so er International Rally Championship spælið fyri teg. Tað er eftirfylgjarin til bestseljaran frá í fjør, RAC Rally Championship, og aftur í ár er tað væl framman fyri kappingarneytarnar. Hetta er eitt stuttligt spæl, har ein ikki nýtist at lesa síðu upp og síðu niður fyri at byrja spælið. Koyrigleði Lagt verður annars stórur dentur á, at splið skal kennast veruligt. Ljóðsíðan er ein digitaliserað útgáva av veruleikanum. Ein hoyrir øll >>bump<< og um bilurin glíður og enntá hvørjum undirlagi, koyrt verður á. Bakgrundsgrafikkurin fer í smálutir og er flottur. Spælið stuðlar undir nýggja 3Dfx grafikkkortið. Men avgjørdi fyrimunurin í spælinum er, at tað so nær reagerar upp á minstu røring ein ger. Tað kennist veruliga, sum stýrir ein bilinum. Og bæði banar og sving eru so ymisk at tað krevur fleiri túrar, áðrenn ein kemur runt uttan ov nógvar ákoyringar. Í gomlu útgávuni brúkti ein í so nógva tíð at fáa ferð á aftur, tá ein hevði verið úti í vegjaðaranum. Nú lendir ein altíð á hjólunum og er skjótt í gongd aftur. Og uttan mun til hvussu ófantaligt ein koyrir ­ ella hinir koyra ­ so kemur ein ígjøgnum uttan at lakkið fær eina skøvu. Bana editor IRC hevur 9 bilmerkir og 15 ymiskar kappingar á 5 ólíka støðum, heilt frá arktiskum kulda til tropiska hita. Og tá banarnir eru slitnir upp í nakka, ber til at gera sínar egnu. Við lutum frá einum amboðskassa ber til at gera nýggjar banar og nýggjar kappingar. Tað er lætt, men munurin frá teimum verandi er ikki serliga stórur. Til ber hjá upp til 8 at spæla saman um netverk, og er bert hin eina teldan, kunnu tveir spælasaman við at velja eina serliga split-skíggja mynd og nýta hvør sín enda av tastaturinum. Fakta Í mun til tað gamla Rally er bert bøtt um spælið í lítlan mun, so um ein longu hevur tað gamla, er eingin orsøk at gera íløgu í tað nýggja, men vil ein hava tað besta á marknaðinum, kemst ikki uttanum International Rally Championship. Spælið krevur eina Pentium 100, Windows 95 við 16 MB RAM og SVGA umframt DirectX drivarar. Rættir hermenn Close Combat A Bridge Too Far er eitt serstakliga veruligt real-time strategispæl A Bridge Too Far er ógvuliga veruleikanært. Á bjálkanum niðast í myndini er møguleiki at lesa navn, stig og støðuna annars hjá hvørjum einstøkum hermanni. Søguligi pallurin er D-dagurin undir seinna heimsbardaga. Spælið fer ógvuliga nógv í smálutir og er sera nágreiniligt við navni og øðrum upplýsingum um hvønn einstakan hermann, søguliga sambæriligum vápnum og flutningstólum og eftirgerð av bardøgum, sum veruliga fóru fram. Stríðið stendur sjálvandi millum teir sameindu og týsku eindirnar, og valt verður frá byrjan síða. Close Combat ­ A Bridge Too Far er ein avbjóðing fyri sjálvt teir mest ídnu strategi-tilhangararnar. Tað er meiri real-time og veruleikanært enn onnur strategispøl. Tað er trupult at læra og tekur langa tíð at spæla. Kommandantur á hermótinum Tað serliga við Close Combat ­ umframt søguliga og hernaðartøkniliga veruleikalíkið ­ er, at hermenninir framføra seg sum veruligir hermenn. Innlagdur er ein sálarligur stresmátari í spælinum. Hermenninir reagera bæði uppá tíni boð og tað, teir uppliva á hermótinum. So um tú hundsar ov mikið við teimum og sendir teir í ómøguligan bardaga, viknar teirra fysiski og sálarligi moralur. Teir nokta kanska at gera eftir boðum ella verða móðir og ónýtiligir í bardaga. Stressfaktorurin gevur spælinum nakað heilt nýtt strategiskt og taktiskt at umhugsa. Tað ræður um at fara ábyrgdarfult fram móti hermonnum sínum, tí ikki ber til at fáa meiri hermegi tilførda. Rættir hermenn Close Combat A Bridge Too Far er eitt serstakliga veruligt real-time strategispæl Søguligi pallurin er D-dagurin undir seinna heimsbardaga. Spælið fer ógvuliga nógv í smálutir og er sera nágreiniligt við navni og øðrum upplýsingum um hvønn einstakan hermann, søguliga sambæriligum vápnum og flutningstólum og eftirgerð av bardøgum, sum veruliga fóru fram. Stríðið stendur sjálvandi millum teir sameindu og týsku eindirnar, og valt verður frá byrjan síða. Close Combat ­ A Bridge Too Far er ein avbjóðing fyri sjálvt teir mest ídnu strategi-tilhangararnar. Tað er meiri real-time og veruleikanært enn onnur strategispøl. Tað er trupult at læra og tekur langa tíð at spæla. Kommandantur á hermótinum Tað serliga við Close Combat ­ umframt søguliga og hernaðartøkniliga veruleikalíkið ­ er, at hermenninir framføra seg sum veruligir hermenn. Innlagdur er ein sálarligur stresmátari í spælinum. Hermenninir reagera bæði uppá tíni boð og tað, teir uppliva á hermótinum. So um tú hundsar ov mikið við teimum og sendir teir í ómøguligan bardaga, viknar teirra fysiski og sálarligi moralur. Teir nokta kanska at gera eftir boðum ella verða móðir og ónýtiligir í bardaga. Stressfaktorurin gevur spælinum nakað heilt nýtt strategiskt og taktiskt at umhugsa. Tað ræður um at fara ábyrgdarfult fram móti hermonnum sínum, tí ikki ber til at fáa meiri hermegi tilførda. Sparir tveir mans Tað, sum tríggir menn fyrr brúktu eina viku til, klárar ein maður við maskinhjálp nú einsamallur í tveir dagar. Og hann hann gera annað arbeiði sastundis Tórshavnar Skipasmiðja hevur gjørt íløgur í spesialamboð upp á 280.00 krónur. Um dagarnar er komin ein nýggj maskina fyri eina kvart millión at standa á Tórhavnar Skipasmiðju. Hetta er maskina, sum brúkt verður at slípa fóðringar í skipsmaskinum við. >>Arbeiði, sum einir tveir- tríggir menn fyrr kundu brúka eina viku um, ger hendan maskina nú upp á einar tveir dagar,<< sigur Kári Holm Petersen á verkstaðnum á Skipasmiðjuni. Og maskinan ger helst arbeiðið betri, heldur hann. Soleiðis at skilja, at maskinan møðist ikki og arbeiðið verður javnari. Hóast maskinan hendan dagin stóð inni í smiðjuni, er ikki neyðugt altíð at taka allar fóðringarnar í land. Til ber at fara umborð við maskinuni og so gera arbeiðið umborð á skipinum. Slíkt viðlíkahaldsarbeiði sum hetta, maskinan ger, loysir seg væl í seinna enda, sigur Kári Holm Petersen. Maskinan ger, at minni smyrjiolja verður brúkt, og at slitið verður javnari. Eisini hevur Skipasmiðjan fingið eina maskinu sum mátar týstið á brennioljupumpuni. >>Ber til við justeringum her at spara eini 5% av brúkinum, vinnur ein slík justering seg inn aftur longu eftir einum ári,<< sigur Kári Holm Petersen Álitið Samgongan heldur áfram við stuðli frá Kristiliga Fólkaflokkinum Veðrið Veðrið í dag: Gul til í stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s, skýgjað og turt. Hitin millum 4 og 8 stig. Veðrið í morgin: Hann veksur vindin upp í ein strúk av útsynningi, 10 til 15 m/s. Um náttina hækkar hann upp í útnyrðing og minkar. Samdrigið og stundum regn, men inn ímillum slítur í. Hitin um dagin 5 til 8 stig, um náttina umleið 3 stig. Veðrið leygardagin: Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta turt og ádrigið. Hitin umleið 5 stig. Sunnunáttina sunnan í ættini og vaksandi vindur. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Sum frá líður strúkur í vindi av suðri, 15 til 20 m/s. Samdrigið og regn, og hitin 9 til 12 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst yvir Íslandi gongur í ein norðan. Í dag Seint fríggjadagin verður eitt sindur kaldari. Sunnudagin nærkast eitt djúpt lágtrýst Føroyum av útsynningi. Yvirlýsing Eftir avdúkingina um leiklutin hjá Poul Nyrup Rasmussen í bankamálinum, er tað ein háðan móti Føroya fólki, at løgmaður bjóðar honum til Føroya. Avdúkingar prógva, at danski forsætismálaráðharrin saman við fíggjareftirlitinum og øðrum á ein sera ósømiligan hátt var við til at leggja eina skuld upp á 2,7 milliardir krónur á føroyska skattgjaldaran. Fyri Verkamannafylkingina, landsformaður Alis Jacobsen Fríggjadagur 12. desember 1997 Oljuráðleggingarnevndin verður helst avtikin -Tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um at niðurleggja Oljuráðleggingarnevndina, tó má ásannast, at tá umsitingin hevur tilegnað sær ta vitan, sum Oljuráðleggingarnevndin hevur, so kundi hetta verið ein grundgeving fyri at tikið nevndina av. Tað er tí ikki óhugsandi, at høvi verður til at meta um, hvussu ráðgevingin hjá oljumáladeildini í framtíðini skal vera. Rættiliga orðadráttur tók seg upp á tingi mikudagin, tá løgmaður svaraði tveimum munnligum fyrispurningum frá Maritu Petersen, tingkvinnu hjá javnaðarflokkinum. Hon spurdi løgmann, hví hann hevði koyrt Árna Olafsson frá sum formann í Oljuráðleggingarnevndini og hvussu tað er sambarligt við góðan umsitingarsið, at aðalstjórin í vinnumálastýrinum er formaður í Oljuráðleggingarnevndini og hvørjar ætlanir løgmaður hevur við hesi nevnd! Løgmaður svaraði , at tað um eina tíð kanska ikki er brúk fyri Oljuráðleggingarnevndini, tí nógv av vitanini nú er savnað í umsitingini í landsstýrinum. -Størsti parturin av fyrireikingararbeiðinum til eina oljuleiting er gjørdur. Tann parturin, sum er eftir men sum er komin væl áleiðis, er skattaparturin, sum Petur Alberg Lamhauge beinleiðis skal umsita og hava ábyrgdina av, sum tann hægsti umsitingarligi stjórin í landsstýrinum. Tað er heilt náttúrligt á hesum støðinum, har viðurskiftini skulu samskipast, soleiðis at umsitingin fær tað at virka, sum ein setur í verk. Petur Alberg Lamhauge skal tí vera við í tí síðsta partinum av arbeiðinum hjá nevndini. Løgmaður segði, at tað er eins týdningarmikið, at vinnumálastjórin verður hægsti embætismaðurin, tá tað kemur til tann partin, sum hevur við útbjóðingina at gera. -Alt er við at verða komið undir land og skal nú sambindast við umsitingina. Tað vil vera heilt náttúrligt at teir báðir embætismenninir, við ábyrgd fyri hvør sínum øki, luttaka í tí síðsta partinum, sum er at knýta hetta til umsitinina og fáa tað at virka. Løgmaður vísti annars á, at alsamt meira vitan um oljuvinnu og oljuvirksemi nú er savnað í oljumáladeildini í vinnumálastýrinum. Tað verður eisini oljumáladeildin, sum kemur at standa fyri og hava ábyrgdina av 1. útbjóðingarumfarinum, og tað er tí náttúrligt, at fólkini har fáa ein alsamt størri leiklut í tí arbeiði, sum skal gerast í hesum sambandi. Oljumáladeildin størri leiklut Løgmaður segði annars, at tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um at niðurleggja Oljuráðleggingarnevndina, tó má ásannast, at tá umsitingin hevur tilegnað sær ta vitan, sum Oljuráðleggingarnevndin hevur, so kundi hetta verið ein grundgeving fyri at tikið av Oljuráðleggingarnevndina. Tað er tí ikki óhugsandi, at høvi verður til at meta um, hvussu ráðgevingin hjá oljumáladeildini í vinnumálastýrinum sum heild skal vera framyvir. Soleiðis at ein ístaðin fyri at hava eina oljuráðleggingarnevnd, sum hevur eina bundna uppgávu, fær ymsar rágevarar til at loysa einstakar uppgávur fyri oljumáladeildina, tvs. uppgávur, sum oljumáladeildin ikki hevur førleika til at loysa. Ikki reint mjøl Fleiri tingmenn tóku orðið og funnust at løgmanni í hesum máli. Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins rósti Árna Olafsson fyri sítt arbeiði í Oljuráðleggingarnevndini og vísti m.a. til seinastu frágreiðingina frá nevndini, sum er eitt dygdargott arbeiði. -Allir tingmenn kenna seg tryggar við tað arbeiði, sum Oljuráðleggingarnevndin hevur gjørt og við ta leiðslu, sum nevndin hevur havt. Nú mugu vit so staðfesta, at løgmaður hevur sagt upp formannin. Tað, sum vit mugu biðja til, er, at hetta ikki fær víðari fylgjur fyri hansara starvsøki innan føroyska umsiting, nevniliga sum samráðingarleiðari. Eg haldi løgmaður spælir eitt ótrúliga høgt spæl í hesum leikinum. Ein má biðja til, at Árni Olafsson vísir so mikið av stórsinni, at hann ikki tekur sær nær av klossuta mátanum hjá løgmanni at viðgera viðurskiftini uppá. Henrik Old úr javnaðarflokkinum vísti somuleiðis á tað stóra arbeiði, sum Árni Olafsson hevur gjørt fyri at fáa okkum góðar avtalur við onnur lond. Hann spurdi, um Árni Olafsson, nú hann skal vera samráðingarleiðari burturav, hevur fingið meira mandat til at samráðast við bretar. Tingmaðurin spurdi somuleiðis løgmann, hvønn leiklut uttanlandsnevndin hevði í øllum hesum málinum. Heine O. Heinesen úr tjóðveldisflokkinum spurdi, hvønn Vinnunevndin skal tosa við frá Oljuráðleggingarnevndini, tá hon viðger uppskotið til oljulóg. Hvør møtir upp í Vinnunevndini sum fomaður, tá nevndin kallar oljuráðleggingarnevndina til fund, Árni Olafsson ella nýggi formaðurin spurdi tingmaðurin og helt tað lukta ikki sørt av politikki, sum nú kom fram. Hann helt tað vera náttúrligt, at Árni Olafsson møtti vegna Oljuráðleggingarnevndina, nú hann hevði ført pennin í tí frágreiðing, sum er gjørd. Løgmaður svaraði, tað verða teir, sum politiskt hava ábyrgdina av hesum, sum møta í Vinnunevndini, tvs. landsstýrismaðurin á økinum, og tað vilsiga løgmaður sjálvur, umframt embætismenn hansara. Nú Árni Olafsson er settur frá sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini (hann skal sambart løgmanni burturav taka sær av marknamálinum) so eru tað hesir fýra, ið meira ella minni koma at standa fyri oljumenningini í Føroyum. Frá. vinstru Martin Heinesen, sum stendur á odda fyri tí jarðfrøðiliga partinum, Arne Poulsen, ið sum Vinnumálastjóri er næsti maður løgmanns í oljumálum, Herólvur Joensen, sum er leiðari fyri Oljumáladeildini og síðani Edmund Joensen, løgmaður, sum umsitur oljumál. Mynd Jens K. Vang Latið smáu bátarnar fiska frítt um summarið Henrik Old løgtingsmaður mælir til, sum eina roynd, at taka smáu útróðrarbátarnar úr fiskidagaskipanini komandi summar Endmálið við uppskotinum er at gera eina roynd at loyva bátum undir 15 tons at fiska frítt frá 1. mei til 31. august. Orsøkin til hetta uppskotið er, sigur Henrik Old, at tað eru nógvir dagar um summarið, har til hevði borið at farið á flot eina løtu, hóast ikki var roynandi allan dagin. Men nú er tað soleiðis, at menn vilja ikki brúka ein fiskidag, uttan so, at teir eru heilt vísir í, at teir fáa nakað burturúr. Um vit høvdu latið hesar smáu bátarnar sloppið at fiska frítt, kundu menn saktans farið eftir einum 400 pundum ein seinnapart. Tilsamans kundi tað væl verðið til ein góðan mánaða hjá hesum monnum, sigur Henrik Old. Eitt annað, sum hendan skipanin kundi ført við sær, er, at bátarnir kundu farið at roynt eftir upsa hesa tíðina. Nú eru tekin til, at upsi er á veg inn aftur á grunnin. Men menn tora ikki at brúka fiskidagar til hesa veiðu. Tí upsi er s ringur at fáast við, og eingin vil brúka ein heilan dag og kanska bara fáa nakrar fáar fiskar. Hinvegin ber væl til at fáa góðar dagar, tá væl liggur fyri. Og um menn fingu hendan møguleikan uttan at missa fiskidagar, høvdu ivaleyst fleiri tikið kjansin, heldur Henrik Old. Smærru bátarnir hava seinnu árini gjørt lítið av at royna eftir upsa við snellu. Men fyri nøkrum árum síðan var tað eitt fitt ískoyti hjá hesum bátunum, og kann væl gerast tað aftur, sigur Henrik Old. Um summarið er tað so, at hesir smáu bátarnir betri kunnu flyta seg, enn um veturin. Teir hava ikki líka nógv fyri neyðini at hava eina fasta havn og kunnu tí sveima meira víða, har fiskur er. Onkur vil vísa á, at upsan hava vit partrolararnar at taka sær av. Men tað eru stór øki, har upsi er, sum eru friðað fyri troling, so tað átti at borið væl til hjá snellubátunum at gjørt hetta. Høvuðstankin við hesum uppskotinum er, sigur Henrik Old, at ein slík roynd hevði víst, hvussu út sær við stuðlinum í tí tíðarskeiðnum, hesar royndirnar fara fram. Tann heilt stóra vanlukkan fyri útróðurin seinasta summar var, sigur Henrik Old, at alt ov fáir dagar vórðu útskrivaðir. Hasin brølarin hjá umsitingini gjørdi, at útgoldni minstivinningurin summarmánaðarnar gjørdist nógv størri, enn hann natúrliga hevði verið, um bátarnir fiskaðu frítt. Eisini um teir, sum eftir uppskotinum hjá Henriki Old, kortini vóru undir lógini um minstavinning. Tá so hendan royndartíðin er av, sigur Henrik Old, løgtingsmaður, ber til at samanbera útgoldna minstavinningin hetta tíðarskeiðið við somu tíð í fjør. Henrik Old sigur, at hann hevur spurt seg fyri hjá øðrum politikkarum. Og í hvussu so er Miðflokkurin tekur undir við uppskotinum. Bøtið heldur verandi lóg Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna heldur, at vit eiga at bøta um teir partar í verandi lóg um inntøkutrygd, sum ikki virka, áðrenn hon bara verður blakað burtur uttan at sleppa at standa sína roynd Tá okkurt er galið við eini lóg, eiga vit at broyta hana. >>Tað er skeivt bara at blaka lógina um inntøkutrygd burtur fyri eina nýggja, áðrenn verandi lóg hevur fingið høvið at vísa, hvat hon dugir,<< sigur Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna. Hann sigur, at arbeiðið við at kanna verandi lóg og finna og bøta um brekini í henni er ongantíð gjørt. Ein nevnd varð sett at endurskoða lógina. Tann nevndin kom ikki við nøkrum tilmæli, men eini meting av avleiðingum og møguleikum. Men tá hetta varð lagt fyri landsstýrismannin, varð tað bara kveistrað burtur, tí hann hevði okkurt annað. >>Slíkt er skeivur arbeiðsháttur,<< sigur Chris Jan Michelsen. >>Tað ber ikki til fyrst at seta eina nevnd og síðan bara diktera síni egnu sjónarmið.<< Bøtið lógina Meginfelag Útróðrarmanna hevði umboðsnevndarfund í Havn sunnudagin. Og tann fundurin kom til ta niðurstøðu, at sum heild er lógin um mánaðarligan minstaforvinning á góðari leið. Treyðugt so eru ting, sum kunnu broytast. Og tað heldur felagið at hugt eigur at verða at, áðrenn øll lógin bara verður blakað burtur, og ein nýggj sett í staðin. Men nevndin í felagnum er eisini greið yvir, at tað ber heldur ikki til bara at heingja seg í ta gomlu lógina, og so gloyma, at eitt nýtt uppskot fyriliggur. >>Tí vilja vit alla tíðina vera við í viðgerðini av hesum nýggja uppskotinum,<< sigur Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna. Illa umsitið Chris Jan Michelsen fýlist á viðferðina, fiskidagarnir fingu í Tinganesi í summar. Hann sigur, at longu í vár varð avgjørt, at bátar skuldu fáa fiskidagar tillutaðar, tí greitt var, at har fór at mangla í. Men summarið gekk, og fiskiárið fór at halla, uttan at nakað frættist aftur úr Nesinum. Tá menn so skiltu, at tað fór at tátta í, fóru teir at spara dagar fyri at hava nakað at taka til, sum út leið á summarið. Tann 25. juli, sigur Chris Jan Michelsen, fingu hesir bátarnir so tillutaðar 25 dagar í part, tað, sum eftir var av fiskiárinum. Tað vil siga til 31. august. Tá høvdu teir longu býtt sundur, soleiðis at nakrir dagar vóru eftir til august mánaða. So nú stóðu teir knappliga við einum mánaða og ríkiligt av døgum. Oman á tað heila kláraði náttúran tað soleiðis, at ikki bar til hjá nógvum teirra at brúka hesar dagarnar. Tá so fiskiárið var úti, stóðu teir eftir við nógvum óbrúktum døgum. Og hetta var nakað, sum myndugleikarnir kundu brúka. Tað var jú logiskt, at tá teir ikki høvdu brúkt dagarnar, høvdu teir ikki brúk fyri teimum. Og júst hesum dagatali varð so skorið við, tá býtt varð aftur. Men tey gloymdu í Tinganesi, at dagarnir vóru givnir so seint, at eingin møguleiki var at brúka teir. Aðrir møguleikar Tað eru alternativ til verandi veiðuhættir og skipan, sigur Chris Jan Michelsen. Hann vísir á, at tað má bera til at lata útróðrarbátarnar sleppa at fiska onnur fiskasløg enn tey traditionellu. Um summarið, sigur Chris Jan Michelsen, kundu fleiri av størru útróðrarbátunum til dømis sloppið út á djúpt vatn at roynt eftir longu og brosmu. Og onkur kundi sloppið at fiska kalva, sigur hann. Hetta kundi saktans verið gjørt soleiðis, at tað ikki í ov stóran mun ávirkaði teir fiskidagar, bátarnir annars eiga. Chris Jan Michelsen sigur, at nevndin í Meginfelag Útróðrarmanna skýtur upp, at hesin fiskiskapur annaðhvørt kann ganga uttan um dagaskipanina ella eftir einum glíðiskala, har mótroknað verður til dømis eitt til trý. Soleiðis, at fyri hvørjar tríggjar dagar á djúpum vatni, skal báturin missa ein av teimum upprunaliga tillutaðu fiskidøgunum. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Sambandið millum útvarpið og SvF burtur eina tíð Ein teknisk umlegging í nýggja bygninginum hjá Útvarpinum er orsøkin til, at royndarmyndin á skíggjanum hevur verið so tigandi í seinastuni Nú eina tíð, hevur royndarmyndin í SvF verið tigandi. Vanligt hevur verið, at hoyra útvarpið í SvF, tá royndarmyndin er á skíggjanum. Væntandi kemur hetta í rættlag í dag. Í útvarpinum verður sagt, at. orsøkin til hetta er, at nakrar tekniskar broytingar eru gjørdar í nýggja bygninginum hjá Útvarpinum, og at tað tí er neyðugt hjá SvF at gera tað sama, áðrenn útvarpið aftur hoyrist um royndarmyndina á skíggjanum. Teknikararnir í útvarpinum hava givið starvsfeløgum sínum í SvF boð um hetta, og nú vantar bert, at teir í SvF skulu binda í nýggju linjuna, so verður sambandið aftur millum miðlarnar. Í SvF verður sagt, at í dag verður farið undir at fáa sambandið í rættlag aftur millum loftmiðlarnar. Sofus Johannesen Ritgerðarkapping varð til tvær bøkur Úr Gjáar søgu - Barnaminni: Eg haldi meg kunna siga, at sjálvt um eg ikki havi búð við Gjógv nú í hálva øld, so havi eg í grundini gjøgnum skriving mína verið her alla tíðina - Sjálvt um eg eisini var millum tey mongu, sum á ungum aldri fór úr heimbygdini at læra, so er tó tann blettur, har eg sleit mínar barnaskógvar, sjálvsagt aldri farin úr huga mínum. Soleiðis tekur Petur Jacob Sigvardsen til, nú hann hevur givið út fyrsta part av einum bókaverki um Gjáar Søgu. Hesin fyrsti parturin hevur undirheitið >>Barnaminni 1<<, og fevnir, saman við øðrum bindi, sum kemur til várs, um tíðarskeiðið frá 1936 til 1946. Síðani er ætlanin at fara undir útgávu av bók um elstu søguna hjá Gjáar bygd, og, verða heilsa og líkindi til tess, verður endað við verki um nýggjaru søguna hjá bygdini, frá krígsloki og fram til dagin í dag. - Men hetta eru bert tankar enn, sigur Petur Jacob. Heimbygdin Men hví skrivað um slík evni? - Sum sagt, gloymir man ikki heimbygdina, um á ungum árum fer burtur at læra, sigur Petur Jacob. - Tvørturímóti man tað vera so, at sum árini líða, kemur heimbygdin og alt tað virðismikla, tú har nam, at standa enn sjónskari í minninum. - Tey mongu minnini frá mínum barnaárum við Gjógv hava altíð verið mær so dýrmæt, og nú eg havi verið burtur í hálva øld, tókti mær tað at vera spell, um tey fullkomiliga fóru í gloymskunnar hav. Ritgerðarkapping - Nú var tað soleiðis, at fyri 15 árum síðan heitti Fróðskaparsetur Føroya á fólk, ið vóru fødd fyri 1940, at skriva endurminningar. Eg var ímillum tey 16, ið tá sendu setrinum eitt handrit til hesa ritgerðarkapping, og eg var so heppin at fáa virðisløn fyri arbeiði mítt, greiðir Petur Jacob Sigvardsen frá. - Hendan ritgerðin, ið tá var 134 síður, er nú, 15 ðar seinni, vorðin til 2 bøkur og einar 5-600 síður. - Mær hevur altíð dámt væl at skriva, og eg haldi meg kunna siga, at havi eg havt eina fríløtu, so havi eg ofta sitið og skrivað, tí givið er, at tað er ikki løtuverk at skriva tílíkar bøkur. - Eg haldi meg tí eisini kunna siga, at sjálvt um eg ikki havi búð við Gjógv nú í hálva øld, so havi eg í grundini gjøgnum skriving mína verið her alla tíðina. - Hóast bøkurnar eru stórar í vavi, so havi eg tó av ráddum huga valt at nevna tær Úr Gjáar søgu, eisini ta 3. bókina, ið væntandi fær undirheitið Gamla tíðin. Hetta havi eg gjørt av teirri einfaldu grund, at et setti meg ikki føran fyri at skriva Gjáar søgu. Tað helt eg vera at taka munnin ov fullan. Men vónandi er tað, ið her kemur á prent, tó týdningarmiklir tættir úr Gjáar søgu. Fjálturstungin - Nú fyrsta bókin er komin út, so eri eg ikki sørt fjálturstungin. Atvoldirnar til tess eru jú fleiri. Ein er tann, at eg eri væl vitandi um, at tað eru fleiri Gjáarfólk, ið saktans kunnu skriva Gjáar søgu, og so havi eg kanska órógvað arbeiði teirra, men nú vendst ikki aftur. - Tað er eisini so ómetaliga torført at skriva um tað, øll vita um og kenna helst nógv betur enn tann, ið skrivað hevur, og tí er jú so skjótt at mistaka seg við óvilja. - Sum kunnugt er einki mannaverk lýtaleyst, og henda bókin er sjálvsagt einki undantak í so máta. Men vónandi eru tó brekini ikki alt ov mong og skemmandi, leggur Petur Jacob Sigvardsen afturat. >>Úr Gjáar søgu<< bind 1 kom út nú um dagarnar og kostar 270 kr. innbundin. Bind 2 er longu klárt til prentingar, og tað kemur væntandi út til várs. Frumsýningar 12. desember 1997 Georg den gæve liansvinger & Bjargið Willy 3 Georg den gæve liansvinger Hin tiltikni teknimyndamaðurin, Jay Ward, skapti tann sera sjarmerandi >>George of tthe Jungle<< longu í endanum av 60'unum. Tá var George ein teknirøðfigurur, sum sást á øllum sjónvarpsskíggjum í USA, og hann var sera væl dámdur. Walt Disney Pictures vísa hann nú í live action í filminum >>George Den Gæve Liansvinger<<. Stórur dentur varð lagdur á at varðveita magiin frá teknifilminum, og samstundis at geva nýggja ættarliðnum møguleikan at læra at kenna tann sjarmerandi og eitt sindur klossuta George. Hetta fantastiska frumskógarævintýrið er komið í heimin við stórari hjálp frá so matum fólkum sum Jim Hensons Creature Shop, sum hevur givið George og hansara vinum úr frumskóginum nýtt lív. Sum lítil yvirlivt George eina flogvanlukku mitt í frumskógi Afrika. Nógva ár eru síðan liðin, og George (Brendan Fraser) er enn á lívi, og hann hevur tað gott í frumskóginum saman við sínum góðu vinum: teirri gløggu apuni Ape (John Cleese), fílinum Shep og fuglinum Tookie. Hugnin endar brádliga, tá Georg bjargar teirri vøkru stórbýargentuni Ursula Stanhope (Leslie Mann) frá undan eini vandamiklarum ljóni. Ursula er á safari í frumskóginum fyri at fáa luft undir veingirnar, áðrenn hon skal giftast við Lyle (Thomas Haden Church), sum eins og Ursula hoyrir til betra slagið í San Francisco. Georg og Ursula finna væl út av tí saman, men tað varir ikki leingi, fyrr enn Lyle kemur eftir brúður síni. Lyle fær tveir snýkisskjýttar, sum eru úti eftir at veiða sjáldsom dýr, sum teir kunnu selja, at fylgja sær. Áðrenn Georg varir, hevur Ursula hálað hann heim við til foreldrini. Møtið við sivilisatiónina, og serliga við farið Stanhope, gongur ikki stillisliga fyri seg, og samstundis er besti vinurin hjá Georg, Ape í støðugum vanda fyri at enda lívið sum ein høvuðsattraktión í Las Vegas. Bjargið Willy 3 Jesse er vorðin 17 ár og Willy skal vera pápi. Jesse og hansara nýggi vinur, tann 10 ára gamli Max, stríðast móti ólógligari hvalaveiðu. Men Max er í álvarsamari moralskari tvístøðu. Skurkurin er pápi hansara... Tiltøk KFUK og KFUM, Tórshavn Opið hús hvørt fríggjakvøld í KFUM frá kl. 21-1. Sunnudagin kl. 16 verður limafundur í KFUK við Jonu Henriksen, skrivara. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 16 jólafest fyri børnum. Øll eru vælkomin. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagsskúlin í ár endar sunnudagin kl. 14 við barnagudstænastu í Havnar kirkju. Gentukórið í Meinigheitshúsinum luttekur við Lucia-gongd. Havnar kirkja Bjarni Bæk hevur danska jólagudstænastu (militer) fríggjadagin 12. des. kl. 10. Samkoman Immanuel Í kvøld kl. 20: Kongsins Herlið. 8 ár og eldri eru vælkomin. Frelsunarherurin, Tórshavn Fríggjakvøldið kl. 20: Ungdómskórið. Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti. Hans Hansen talar. Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bøn. Sunnukvøldið kl. 18: Møti v/ Søren Pedersen. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønarmøti. Mikukvøld kl. 20: Upp-byggingarmøti. Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti. Konsert í Glyvra kirkju Eystankórið hevur jólakonsert í Glyvra kirkju sunnudagin 14. des. kl. 16. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21: Jólahugni, sangur við Lisu, lovsangur v.m. Sunnudagi kl. 16: Barnajólafest. Lívsins Orð Barnamøti verður leygardagin kl. 17. Møti verður sunnumorgunin kl. 10.30. Sands Missiónshús Jólatræið verður tendrað sunnudagin kl. 5. Prestur talar. Ongin sunnudagsskúli kl. 14.30. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagsskúli verður sunnudagin kl. 14. Einki møti verður sunnukvøldið vegna tað at >>Jólini verða sungin inn<< í kirkjuni. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Losjan í Havn Í dag kl. 15 hittast tilkomin og eldri til hugna. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir verða í Havn í kvøld kl. 20 og kl. 22.30 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Jólatrøini í Hvalvík og Streymnesi verða tendrað sunnukvøldið 14. des.: í Streymnesi kl. 21 og í Hvalvík kl. 21.30. Felagskór syngur jólasálmar og Heðin Zachariasen, bygdaráðsformaður, talar. Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Kaffistovan er opin frá kl. 14-19 hvønn dag uttan leygardag. Mánadag kl. 17- 19 er Dagur og Vika o.a. Týsdag kl. 17.30 er døgurði. Føroysk bløð liggja frammi. Døgurðamatur, fløgur, bond, bøkur og ullvørur eru m.a. at fáa á kaffistovuni. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29 Rosenborg snávaði í evstu løtu Fótbóltur: Einki norðurlendskt umboð verður í kvartfinalunum í Champions League Tey átta liðini, sum skulu verða við í kvartfinalunum í Champions League vórðu funnin mikukvøldið. Besta norðurlendska liðið í løtuni, norska Rosenborg, snávaði í síðstu løtu, tá Olympiakos tveir minuttir fyri leiklok gjørdi mál, sum forðaði fyri norðurlendskari luttøku í kvartfinalunum. Ístaðin fyri Rosenborg slappa italska Juventus í kvartfinaluna, og tey átta feløgini eru annars: Manchester United, Real Madrid, Monaco, Leverkusen, Bayern München, Dortmund, Dynamo Kiev og Juventus. Kvartfinalurnar verða spældar 4. og 18. mars, og lutakastið til hesar dystir verður 17. desember. Kyndil og H71 stríðast um oddapláss Hondbóltur: Hvørki Kyndil ella H71 hava ráð at tapa grannadystin sunnudagin Í vikuskiftinum vrður fult umfar í landskappingini. Seks dystir eru á skránni og mest spennandi dysturin er tann, sum verður í Havn sunnudagin. Tá fara grannafeløgini H71 og Kyndil at dystast, og uppá spæl stendur eitt oddapláss í deildini. Hvørki avliðunum hevur ráð at tapa dystin, tí væntandi er,at VÍF fær bilbukt við KÍF, og tað liðið, sum so tapir sunnudagin, missir tvey stig upp til oddaliðið. Hjá Kyndil er støðan betri enn hon hevur verið leingi. Teir liggja á odda saman við VÍF, og hóast bæði H71 og StÍF liggja stutt aftanfyri, eru teir í løtuni liðið, sum er omaná. H71 misti stig móti Neistanum seinast, og fyri teir hevur tað alstóran týdning at venda skeivu gongdini, áðrenn munurin fram til fremstu liðini gerst ov stórur. VÍF hevur heimadyst í morgin, tá kolfirðingar vitja í Vestmanna. Seinasti dysturin hjá monnum er millum StÍF og Neistan. Hjá kvinnunum verða eisini tríggir dystir hetta vikuskiftið, og har verður mest spenanndi dysturin í Klaksvík, har tey bæði botnliðini Stjørnan og VB fara at spæla. Tað hevur týdning fyri bæði liðini at vinna dystin. Meistaraliðið Neistin spælir ímóti GÍ í morgin og sunnudagin spæla StÍF og VB. Kyndil hevur frí hetta vikuskiftið. Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Nýggjur landsliðsvenjari í flogbólti Flogbóltur: Klæmint Isaksen og Niclas Joensen skulu venja flogbóltslandsliðini fram til næstu Oyggjaleikirnar Føroysku flogbóltslandsliðini fáa nýggjan venjara. Flogbóltssambandið hevur sett Klæmint Isaksen í starv sum landsliðsvenjari, og hann skal starvast saman við Nicalsi Joensen, sum heldur fram í sama starvi. Afturat Niclas hevur danin Kim Rafn seinastu trý árini virka sum landsliðsvenjari, men hann er nú úti av myndini. Klæmint Isaksen, sum er úr Klaksvík, hevur verið búsitandi í Danmark í nógv ár, men hann er nú komin heimaftur, og hann er í løtuni spælandi venjari hjá Mjølni, umframt at hann venur kvinnuliðið hjá felagnum. Klæmint Isaksen seinnu áirni spælt elituflogbólt í danska felagnum Skt. Jørgen, umframt at hann hevur verið hjálparvenjari hjá danska meistaraliðnum í kvinnudeildini, Holte. Byrjað undan jólum Niclas Joensen er ikki venjari hjá nøkrum liði í løtuni, ,men í fjør vandi hann kvinnuliðið hjá Fleyr, sum vann meistaraheitið. Harafturat hevur hann verið hjálparvenjari hjá føroysku landsliðunum, sum luttóku á Oyggjaleikunum á Gibraltar og Jersey. Eisini hevur hann áður verið høvuðsvenjari hjá mansunglingalandsliðnum og kvinnu- og manslandsliðnum, sum fyrr hava luttikið á Oyggjaleikum og í europeiskum Smálandakappingum. Farið verður undir venjingina hjá landsliðunum undan jólum, og í fyrsta umfari verða teir spælarar, sum vóru við á Jersey, boðsendir, men í januar mánaði verða boð send eftir øðrum spælarum eisini. FCK úti eftir kendum álopsspælara Fótbóltur: FCK vil hava tiltikna málskjúttan Thomas Thorninger frá italska felagnum Perugia Leiðslan í FCK fundaðist í gjár við umboð fyri italska felagið Perugia. Í hesum felag spælir kendi danski álopsspælarin Thomas Thorninger, og honum hevur FCK áhuga í at keypa. Í gjár komu umboð fyri Perugia til Keypmannahavnar at samráðast við FCK. Stjórin í FCK, Flemming Østergaard, vil ikki vátta fundin, men úr Italia sigur høvuðspersónurin sjálvur, at samband er millum FCK og Perugia. Fyri nøkrum vikum síðani seldi FCK álopsspælaran Mate Sestan til Spania, og tað hevur verið dyggur smeitur fyri FCK, at fyrst Todi Jónsson, og síðani avloysarin hjá honum, ungi Clemment Clifford, hava verið skaddir í langa tíð nú. Við hesum royndum hevur leiðslan í FCK avgjørt at styrkja sær um liðið við enn einum profili, og fyrsta málið er tiltikni málskjúttin, fyrrverandi AGF^1arin, Thomas Thorninger. Hans Pauli Strøm Um >>ólógligt<< verkfall Júst tí hann er løgfrøðingur, er tað so forargiligt at hoyra Anfinn V. Hansen sita og meyla, fyrst í útvarpinum og síðani aftur í sjónvarpinum, um "ólógligt" verkfall. Uppísaman aftur og uppísaman aftur. Hans Pauli Strøm Eg visti ikki at Annfinn V. Hansen er serfrøðingur í arbeiðsmarknaðarløgfrøði. Men so veit hann kanska meir enn onnur um, hvør tann lógin er, sum verður brotin, um hon er gjørd á løgtingi ella fólkatingi, og nær hon er lýst og komin í gildi? Eitt verkfall kann vera sáttmálabrot, t.v.s. brot á tær avtalur sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava sett upp í ein kollektivan sáttmála millum feløg hjá ávikavist arbeiðsgevarum og løntakarum. Og feløgini kunnu verða sektað, tað vita partarnir. Men í Føroyum eins og aðrastaðni í demokratiskum londum er tað IKKI ólógligt at fara í verkfall, líka mikið hvør ið grundin er til at verkafólk taka til henda grundlógartryggjaða rætt. Støðan er sjálvsagt ein onnur í fasistiskum londum. Og í undantaksførum heima hjá okkum, tá semja ikki fæst um nýggjan sáttmála og lóggávutingið tí við lóg ásetur lønar- og evt. onnur arbeiðsviurskifti í eitt avmarkað tíðarskeið. Men hetta er IKKI galdandi fyri viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum í dag. At brúka orðið >>ólógligt<< um eitt verkfall er at kriminalisera ein demokratiskan rætt, sum er tryggjaður í grundlógini. Annars hava hesi orð onki at gera við stríðið, sum nú er kyknað upp í samband við poitisku ætlaninar um serstakan skattalætta til fiskimenn. Áki Bertholdsen Rætt at seta hámark á fyri at fáa skattalætta ­ Tað er rættvísari at seta hámark á, so at tað verða tær lágu fiskimannalønirnar, sum fáa ágóðan. Tað hevði eisini verið rætt at sett ein part av skattalættanum í pensjónsgrunn, sigur næstformaðurin í Fiskimannafelagnum ­ Eg taki heilt avgjørt undir við, at ein partur av ætlaða skattalættanum til fiskimenn fer í ein pensjónsgrunn. Tað sigur Eyðun Johannesen, næstformaður í Fiskimannafelagnum. Táið ætlaði skattalættin var til viðgerðar í tinginum mánadagin, legði formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard nakað nýtt fyri dagin, táið hann skeyt upp at seta ein part av skattalættanum í ein pensjónsgrunn. Tað hevði tænt tveimum endamalum, helt tingmaður-in: ­ Í fyrsta lagi eru pensjónsviðurskiftini hjá fiskimonnum sera vánalig við tað, at teir hava onga pensjónsskipan. ­ Ikki minst eru teir illa fyri, táið hugsað verður um, at sjólívið er so strævið, at fiskimenn verða mangan noyddir at leggjast upp í hampiliga góðum árum. ­ Í øðrum lagi er fíggjarpolitikkurin hjá landsstýrinum so so linur, at handilsjavnin er við at geva undirskot aftur. ­ Og fer allur skattalættin til forbrúk, setir tað enn meiri ferð á negativu gongdina í búskapinum, heldur Jóannes Eidesgaard. Verður skattalættin tí settur í pensjónsgrunn, fer hann ikki til forbrúk, men verður ístaðin brúktur til eitt stórt, sosialt framstig fyri fiskimenn. Roynt í fleiri ár Hesin tekur næstformaðurin í Fiskimannafelagnum, Eyðun Johannesen á Oyrabakka, fult undir við. Hann sigur, at sjálvur hevur hann í fleiri ár roynt at fáa fiskimannafelagið at arbeiða fyri eini pensjónsskipan fyri fiskimenn, men higartil hevur hann fingið undirtøku og onki er komið á skaftið. Hann hevur eisini reist málið, nú uppskotið um skattalætta kom fyri. Hann sigur, at fiskimenn eru heilt illa fyri til pensjón. ­ Nógvir noyðast at gevast við sjólívinum á góðum árum og noyðast tá at finna sær annað arbeiði, rógva út, ella okkurt tílík. ­ Men tað er ikki altíð so lætt, og mangan er so bara avlamisrentan at dúva uppá. Tí heldur, at ein pens-sjónsskipan er harðliga tiltrongd hjá fiskomonnum. Hann vónar tí, at tingmenn taka undir við Javnaðarflokkurin og seta ein part av skattalættanum í ein pensjónsgrunn. ­ Hevði enntá eitt lítið sindur verðið sett í pensónsgrunnin so gongd kom á hann, um ikki annað, sigur hann. ­ Tað hevði verið eitt veldugt framstig, tí vit hava rættiliga stóran tørv á eini pensjónsskipan. ­ Men tað hevði eisini verið sera gagnligt fyri samfelagsbúskapin, sum hevur gingið skjótt tann skeiva vegin í seinastuni, og nærkast nú einum undirskoti á handilsjavnanum, sigur Eyðun Johannesen. Hann vísur tí aftur, sum Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharri, førir fram um, at tað hevði blivið alt ov fløkt og trupult, at sett ein part av skattalættanum í pensjónsgrunn, so at tað bar ikki til ­ Skattakønir, eg havi tosað við, siga, at tað letur seg væl gera, sigur næstformaðurin í Fiskimannafelagnum. Rættvíst at seta loft á Eyðun Johannesen er eisini fyri uppskotinum hjá Jóannesi Eidesgaard um at seta hámark á, so at tað verða tær lágu inntøkurnar, sum fáa skattalættan og at tær høgu inntøkurnar ikki fáa skattalætta. ­ Vit hava ikki tosað um tað í nevndini í Fiskimannafelagnum. ­ Men eg eri næstan vísur í, at varð málið tikið upp, hevði nevndin verið fyri at sett loft á, so at tað vera tær lágu inntøkurnar, sum fáa skattalættan, sigur Eyðun Johannesen. ­ Í hvussu so er hjá teimum, sum sigla við føroyskum skipum, leggur hann afturat Hann sigur, at afturfyri kundi skattalættin eisini umfata inntøkur frá Lønjavningargrunninum, tí tær hava mest brúk fyri tí. Sjálvur heldur hann, at loftið eigur at verða uppá einar 300.000 - 350.000 krónur Annars tekur hann fult undir við at fiskimenn fáa skattalætta. ­Aðrir føroyingar, sum fara uttanlands, fáa skattalætta, fyri at teir skulu blíva búgvandi í Føroyum, og betala skatt her. ­Men eins og onnur, sum fara uttanlands, og tí eru ein bólkur uttanfyri samfelagið, sum vinna pening til samfelagið, eru fiskimenn eisini ein bólkur uttanfyri samfelagið. ­ Tí eisini vit siga farvæl til alt sosialt í Føroyum, hóast vit bara fara út á landgrunnin at vinna pening til samfelagið. ­ Hvørja ferð, eg havi sett fótin á skipsdekk, havi eg følt tað, sum um eg eri farin uttanlands, tí vit eru burtur frá øllum, báði persónliga og sosialt. ­ Tí hava vit eisini rætt at verða viðgjørdur, sum ein bólkur uttanfyri samfelagið. Sigur Eyðun Johannesen. ­ Men sjómenn eru ein so náttúrligur partur í samfelagnum, at hetta hugsa fólk ikki um, sigur hann. Serliga eru tað ungir menn sum doyggja í ferðsluni - Er atvoldin ótamda tráanin eftir spenningi - ella kanska kærleika? Ella er hon trongdin at vísa seg, og tað serliga hjá ungum monnum? Spyr leiðarin á Ferðslutrygd, Jón Kragesteen. Í gjár gav Ferðslutrygd út fløguna >>Síðsta Skríggj<< - sum lið í herferð móti ferðsluvanlukkum - >>Síðsta skríggj<< siga vit, tá ið vit tosa um tað nýggjasta og smartasta. Latum okkum halda okkum til henda týdning av hesi tvítýddu málisku - og ikki til stíðsta skríggj í ferðsluni, sigur Jón Kragesteen. - Av øllum fólkatalinum í Føroyum er ein sjeyndipartur millum 15 og 24 ár - Men hesin sjeyndipartur eigur meira enn ein triðing av teimum, sum eru deyð í ferðsluni - Serliga eru tað ungu menninir, sum verða raktir: teir umboða meiri enn tveir triðingar av teimum, sum deyð eru í ferðsluni í sama aldursbólki. 13 ferðsluløg Soleiðis kundi verið hildið fram at reksa upp úr hagtølum, eygleiðingum og frágreiðingum. Men hvussu víkur og vendir, so mugu vit staðfesta, at eins og í øðrum londum eru í Føroyum ungfólk uppi í bróðurpartinum av ferðsluvanlukkunum - og serliga teimum álvarsomu, sigur Ferðslutrygd í heftinum, sum givið er úr saman við nýggju fløguni, Síðsta Skrígg. Á fløguni Síðsta Skríggj eru 13 løg, sum Uni Arge hevur yrkt. Tónasmiður er Jóhannus á Rógvu Joensen og eru tað sangaranir, Malan Eyðunsdóttir, Unn Paturson, Margreta Poulsen, Rókur Jakobsen, Karl Martin Samuelsen, Róðin S. Nielsen og Kim Hansen, ið leggja røddir til løgini. Ein einsamalt svar Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd spyr, hví støðan er, sum hon er. - Er atvoldin ungdómsins lættsinni og ovfarakæti? Ella vantandi ábyrgdarkensla og vantandi virðing fyri reglum og lógum? Er atvoldin ótamda tráanin eftir spenningi - ella kanska kærleika? Ella er hon trongdin at vísa seg, og tað serliga hjá ungum monnum? Einki einsamalt svar er til spurningin, tí at atvoldirnar kunnu vera so mangar. Bara fløgan kann bjarga einum fólki... Fløgan Síðsta skríggj viðger hesi evni, og verður eisini komið inn á avleiðingarnar av syndarligu vanlukkunum: sorgina og saknin hjá teimum, sum missa, - innistongsilin hjá teimum, sum fáa brek fyri lívið - og kenslan av høpisloysi, sum situr eftir, tá ið ungar mannalagnur fara í sor av skilaleysum atburði. Á fløguni verður eisini nortið við rúsdrekkakoyring og tvístøðauna hjá foreldrum, ið sita heima og óttast, at børnini ongantíð kom aftur. Jón Kragesteen sigur, at ætlanin við fløguni er, heldur enn at koma við lyftum fremstafingri, at tala til vitið og skilið og vísa á ræðuligu avleiðingarnar, sum ferðsluvanlukkur kunnu hava við sær. Tí hóast vit hava breiðar og góðar vegir og bilar, sum kunnu koyra fleiri ferðir skjótari enn tað, ið ráðiligt er - so er tað, tá ið saman um kemur, tú, ið stýrir bilinum - títt vit og skil, ið skal ráða. - Ábyrgdin er tí altíð tín, sigur Jón Kragesteen. - >>Síðsta skríggj<< siga vit, tá ið vit tosa um tað nýggjasta og smartasta. Latum okkum halda okkum til henda týdning av hesi tvítýddu málisku - og ikki til stíðsta skríggj í ferðsluni, sigur Jón Kragesteen. - Kunnu vit við hesi fløgu bjarga bara einum mannalívi - ella bara sleppa einum undan at sita restina av lívinum í rullistóli, so var henda fløgan ikki til fánýtis... --------------- SJEYMÍLAMAÐURIN Enn hevur sjeymílamaðurin ikki malið okkum so upp í meldur sín, at vit ikki vita, hvat er upp, og hvat er niður. Men hvussu laga vit okkum eftir hansara larmandi stempulsløgum, hansara heilavillandi maskinsnildi, hansara flogførum, ið leggja sínar lýsandi slóðir eftir himni, hansara sálarandstygd og andligu armóð, hansara tekniska heiðinskapi og materialistisku skurðgudadýrkan Jens Pauli Heinesen Vit stevna eftir hvørjari krónu, ið vit missa í ólógligum verkfalli ­ Tað skal eingin ivi verða um, at vit fara at krevja hvørja krónu aftur, verða vit fyri missi av einum ólógligum verkfalli ­ Verður landið lagt lamið við einum ólógligum verkfallið, stevna vit við brestin. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur langt síðani gjørt sær sjálvum greitt, hvussu farast skal fram, um arbeiðarafeløgini gera álvara av at fara í aðalverkfall av tí, at ein bólkur í samfelagnum - í hesum føri fiskimenn - fær skattalætta framum øll onnur. Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur, at arbeiðsgevarar fara at krevja arbeiðarafeløgini eftir end- durgjaldið fyri tað, teir missa av einum ólógligum verkfalli. Hetta hevur nevndin í Føroya Arbeiðarafelag samtykt. Tað var eitt tað fyrsta, vit viðtóku, tá ið vit frættu um hesar hóttanirnar. Og hetta er skrivliga fráboðað arbeiðarafeløgunum langt síðani, sigur Vilhelm M. Johannesen. Og fyri at útihýsa øllum iva, varð tað endurtikið í gjáramorgum. Arbeiðsgevaraformaðurin sigur, at hetta er ikki ein hóttan, hetta er ein staðfesting av veruligu støðuni. Vilhelm Johannesen sigur, at hann fer ikki at blanda seg uppí, um fiskimenn fáa skattalætta, ella ikki. Hann fer heldur ikki at blanda seg uppí, hvørji tiltøk, arbeiðarafeløgini fara at seta í verk. ­ Men seta tey ólóglig tiltøk í verk, sum raka okkum, er tað heilt greitt, at vit fara at krevja endurgjald fyri tann fíggjarliga miss, vit hava av tí, sigur Vilhelm Johannesen. Hann sigur, at tá ið eitt slíkt verkfall er liðugt, verður fíggjarligi missurin gjørdur upp, og rokningin send arbeiðarafeløgunum. Hann sigur, at hetta er ein støða, sum arbeiðsgevarar ikki hava ávirkan á. ­ Tað skulu vit heldur ikki revsast fyri ­ Og tað er ongin ivi í okkara sál um, at vit skulu krevja endurgjald fyri møguligan miss, sigur hann. ­ Tí fíggjarligum missi, kunn vit ikki liva við, sigur Vilhelm Johannesen. Vit mugu tosa okkum til rættis - Hóast tað ikki verður nakar hugnafundur við Nyrup Rasmussen, so mugu vit ikki sleppa møguleikanum fyri dialogi, sum er einasta politiska amboð vit hava, sigur Jóannes Eidesgaard, í sambandi við vitjanina hjá danska forsætisráðharranum Tá tíðindini frættust at Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, kemur til Føriya á vitajn 6. januar næsta ár, hava føroyskir politikarar og flokkar givið seg til kennis, um teirra hugsan um vitjanina. Eitt nú hevur Óli Breckmann og Fólkaflkkurin víst sína ónøgd við vitjanina, eins og Sjávstýrisflokkurin í skrivi í dag sigur, at flokkurin ikki vil hitta forsætisráðharran, tá hann kemur hendavegin. Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, hevur verið millum teir politikarar, sum av sínum eintingum hevur gjørt vart við sína ónøgd við at skriva forsætisráðharranum bræv um óhepnu viðurskiftini millum londini, og serliga millum Javnaðarflokkarnar báðir. Ikki tosað við Nyrup síðani í fjør heyst - Eg havi ikki tosað við Nyrup Rasmussen síðani í fjør heyst, og eg var tí bilsin, tá hann ringdi til mín mánadagin, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur ikki, at politikarar skulu renna undan forsætisráðharranum, sjálvt um tað eru politiskir trupulleikar. - Nyrup Rasmussen tosaði um fundin í Helsinki, og segði, at hann royndi at tosa meira frítt og vísa ein góðan vilja, hóast trupulleikarnar. - Hann spurdi, hvat eg helt um at hann vildi hitta fólk í Javnaðarflokkinum, so vit kundu tosa um tingini? - Nú havi eg sum kunnugt skrivað forsætisráðharranum bræv um viðurskiftini, har eg m.a. nevndi, at tað ringasta ið kann henda ríkisfelagsskapinum er, at vit bara lata standa til, sum var eingin trupulleiki til, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at hetta er skilagott støði at samtala út frá, hóast hann avgjørt ikki væntar, at tað verður nakar hugnafundur. Ómansligt at mótmæla á henda hátt - Hvat heldur tú um politisku flokkarnar, sum nú nokta at hitta Nyrup? - Føroyskir politikarar skulu vita, at Poul Nyrup Rasmussen og danska stjórnin eru veruleikar, sum vit mugu taka støðu til. - Jú, politiskt er tað sera ómansligt soleiðis at mótmæla, tí tað broyir einki. - Meira manssømiligt hevði tað verið at farið á fund við forsætisráðharran, og sagt honum sannleikan upp í eyguni, sigur Jónnes Eidesgaard. - Vit fara, ið hvussu so er, á fund við Nyrup, og vit fara at siga honum, hvat vit hugsa og halda, og tað verður ikki smávegis. Vit hava nógv at finnast at, og tað ætla vit at siga Nyrup. Hann heldur ikki fólk skulu taka sær tikni av, hvat Óli Breckmann sigur. Óli, teir Konservativu og Vinstriflokkurin - Nú vil hann, eins og Konservativi og Vinstriflokkurin í Danmark, geva Nyrup skyldina fyri at hava gjørt ein brølara, men vit mugu ikki gloyma, at Óli Breckmann í samstarvi við teir Konservativu, eins og Sambandsflokkurin í samstarvi við Vinstraflokkin, áttu forsætisráðharran, tá kreppan í Føroyum varð smíðað. - At so Nyrup hevur valt at handfara málið eftir sama leisti, er átaluvert, men lat tað fara: Tað broytir einki, at Óli Breckmann nú spælir firtin. Samrøða, einasta amboðið politikarar hava - Hóast vit í Javnaðarflokkinum og Nyrup eru ósamdir í politikki, so skulu vit ikki sleppa møguleikanum at tosa saman. Gera vit tað, so hava vit ongan politiskan málsetning, ið annars er einasta amboðið vit hava, sigur Jóannes Eidesgaard. - Tí fara vit á fund við Nyrup, so vit kunnu tosa okkum til rættis. Hóast tað ivaleyst ikki verður so hugaligt, so er neyðugt at vit seta hol á málið, sigur Jóannes Eidesgaard. Stóra almenna skuldin kann hótta Heldur Eyðun á Rógvu Olsen, stóri í Føroya Sparikassa Støðan hjá peningastovnunum í Føroyum hevur hesa seinastu tíðina ikki verið serliga áhugaverd í fjølmiðlahøpi, heldur sparikassastjórin Eyðun á Rógvu Olsen. Í nýggjastu útgávuni av blaðnum hjá Sparikassanum, Ábyrgdaranum, sigur hann hetta komast av, at brotasjógvarnir frá ringu kreppuni nú aftur hava lagt seg. - Men spurningurin er, hvussu trygg legan í veruleikanum er, sum búskapurin í dag hvílir á, sigur hann. Stóra almenna uttanlandsskuldin kann gerast ein hóttan móti hesi hvíldini, fáa vit ikki greiðu á, hvussu vit skulu gjalda hana aftur. hendan óvissan sæst aftur í samfelagnum í dag sum vantandi hugur at gera íløgur í føroyska vinnulívið. Landsbankastjórin hevur skírt vantandi íløguhugin at vera eina sanna vanlukku fyri samfelagið, tí vit á henda hátt ikki so frægt sum megna at halda framleiðslutól okkara við líka, sigur Sparikassasstjórin. Han heldur eisini, at tað stendur ein stór avbjóðing fyri framman hjá vinnulívinum. - Tá vit fara undir oljuleitingarnar, hevur tað alstóran týdning, at føroyska vinnulívið eisini sleppur upp í part. Men til tess at fáa í lag samstarvsavtalur við feløg innan oljuvinnuna krevst, at vinnulívið lýkur eina ørgrynnu av hørðum treytum. Hvørt smávirki skal hava greiðan politikk á mongum økjum, sum vit ikki eru von at geva ans, og alt skal sjalprógvast, sigur Sparikassastjórin m. a. í oddagrein í Ábyrgdaranum. Klæmint Olsen Vitjan Nyrups - eitt diplomatiskt mistak Hetta skal vera ein áheitan á teir báðar - Edmund løgmann og Nyrup forsætisráðharra - um at avlýsa ætlaða fundin í Føroyum 6. januar. Ella um í minsta lagi ikki at halda fundin í Føroyum, men í einum av hinum sokallaðu ríkispørtunum Klæmint Olsen Væl veit eg, at Edmund hevur ikið á knøunum fyri at fáa Nyrup hendan vegin. Men timingin er vánalig. Tað er bæði óheppið og óhóskandi, at Nyrup vitjar Føroyar í hesum døgum. Hetta átti bæði løgmaður og forsætisráðharrin at sæð. Og gera teir ikki tað, kann hetta meira enn so gera, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark versna. Talan er um eitt stórt diplomatisk mistak. Sjálvsagt ber til at koma við nógvum gitingum um, hví Nyrup júst nú hevur játtað at koma hendan vegin. Onkur fer helst at kalla tað illgitingar. Tað mugu tey um. Men eg haldi, at tað er vorðið Føroya fólki púra greitt, at eitt myrkaspæl er farið fram, og at stundin nú er komin til, at hetta steðgar eina ferð med alla. Valár hjá báðum Nyrup og Edmund hava brúk fyri hvørjum øðrum. Kanska er talan um eitt slag av sínamillum stuðli - ella einum slag av hjálp til sjálvhjálp. Nyrup hevur ikki verið heppin, tá ið hann hevur skulað svarað spurningum í sambandi við bankagøluna. Og hevur hann fingið ábreiðslur fyri hetta. Nyrup er sum ein afturlatin ostra. Ein Føroya-ferð kann broyta myndina av manninum, nú ið stundar til val í Danmark. Men tað er ikki bara í Danmark, at val er í hendi. Edmund byrjaði valorrustu sína í farnu viku, og fer hann helst at útskriva val, so skjótt frægasta løtan vísir seg. Tá kann vera gott at sóla sær í einari vitjan - ella báðum tveimum - av tí danska forsætisráðharranum. Vánalig timing Nógv vildu helst sagt, at ein tílík vitjan fer at bøta um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Men talan er um rein kávalæti, og tað áttu stjórnarleiðararnir Edmund og Nyrup at hildið seg ov góðar til. Ein vitjan her og nú er bæði óhóskandi og ósømilig, tí timingin er so út av lagi. Og hvat eru hesir ríkisfundir í veruleikanum fyri nakað. Talan er jú um reint óformligar fundir, sum hvørki løgting, landsting ella fólkating hava góðkent. Forsætisráðharrin avger jú kortini einsamallur, hvussu nógv álvara skal leggjast í fundirnar, og kunnu teir tí nýtast sum skálkaskjól fyri mangt og hvat. Vitjanin ávirkar bankakanningina Eina góða viku, áðrenn bankakanningin verður avdúkað, kemur danski forsætisráðharrin á vitjan. Tað kann hann gera í góðum treysti. Fyri tað fyrsta kann hann vísa spurningum frá sær, tí kanningin ikki er av. Fyri tað næsta ber illa til at seta honum teir røttu spurningarnar, tí úrslitið av kanningini ikki er tøkt. Eisini kenst tað ikki sørt margháttligt, at Nyrup - høvuðsumboðið hjá donsku stjórnina í bankamálinum, eisini í sjálvum partabrævaumbýtinum - kemur til Føroya at hálsfevnast við løgmann, tá ið tað er hesin sami løgmaður, sum um stutta tíð skal taka avgerð um, um málið skal í rættin við t.d. einum kravi um, at donsku myndugleikarnir skulu rinda okkum 2 mia. krónur. Ikki bara kann ætlaða vitjan longu nú ávirka niðurstøðurnar hjá kanningarnevndini, men kann sjálv vitjanin eisini ávirka føroyskar politikkarar og Føroya fólk til at hyggja við blíðari eygum at møguligum donskum mistøkum. Føroyingar fingu jú ikki, sum teir kravdu, eina dómarakanning, har ábyrgd verður ásett. Nú mugu føroyingar sjálvir áseta ábyrgd við rættarins hjálp. Hetta verður ikki bara sum at siga tað. Og avgerðin skal takast skjótt, tí málini fyrnast um nakrar mánaðir. Men hvør veit, kanska Nyrup longu hevur koyrt tær 2 mia. í skjáttina at taka við sær til Føroya tann 6. januar. Hetta hevði verið vorðið sum fongur hjá Edmundi. Avlýsing Nyrups mai 1995 Nyrup avlýsti sína seinast ætlaðu ferð til Føroya. Tað var í mai mánaði 1995. Í hesum sambandi kann tað vera áhugavert at umrøða onkrar av umstøðunum í sambandi við avlýsingina. Spurningurin um dómarakanning var tá tað brennandi evnið. Tingið var samt um, at so skuldi vera, og eingin ivi var um, at ein breiður fólkaligur stuðul var aftanfyri. Men Nyrup var sum kunnugt hart ímóti. Tí var ætlanin, tá ið Nyrup kom til Føroya, í eini mótmælisgongu at gera hann varugan við ymisk viðurskifti í Føroyum, m.a. kravið um dómarakanning. Men tá bakkaði tann góði forsætisráðharrin knappliga. Hann avlýsti í evstu løtu sína Føroya-ferð, tí fregnartænastan - tað var kanska bara ríkisumboðið - hevði sneytað seg fram til, at tryggleiki Nyrups var í vanda. Hóast biðið varð um eina frágreiðing - tí tað var ringt at hava sitandi á sær, at føroyingar ætlaðu at gera seg inn á forsætisráðharran - kom hvørki orð ella eiður frá Nyrup ella nøkrum øðrum donskum myndugleika. Tá ið hugsað verður um tað hóvasták, ið varð, tá ið Nyrup av trygdarávum vildi avlýsa vitjan Salmon Rushdi's, rithøvunda, ið skuldi taka ímóti eini heiðursløn í Danmark, so er tað ikki sørt ørkymlandi, at ein danskur forsætisráðharri kann avlýsa eina ferð til Føroya av trygdarávum, uttan at nakar fær at vita nágreiniliga hví. >>Í øllum góðum>> Onkur hevur sagt, at avlýsingin komst av, at tað í einum av brøvunum, har fólk varð kallað til fundur at fyrireika mótmælisgonguna, stóð, at Nyrup ikki slapp heilskapaður aftur til Danmarkar. Men so var ikki. Orðarætt stóð: >>Kenst tað rætt, at forsætisráðharrin skal koma higar til lands, verða móttikin sum ein leingi saknaður vinur og kanska enntá tann stóri frelsarin, og síðan fara av aftur landinum í øllum góðum, eins og her í Føroyum vóru øll væl nøgd, hóast harðar tíðir og vantandi rættartrygd?<< Smbt. Donsk-føroysku orðabókini hjá Føroya Fróðskaparfelag 1995, s. 202, stendur undir >>forståelse<<, at >>í øllum góðum<< merkir >>i god forståelse<<. Satt at siga, so trúgvi eg, at danski forsætisráðharrin gongur tryggari í Havnar gøtum enn í nøkrum donskum býi. Men helst var tað ikki óttin fyri ágangi, sum gjørdi, at Nyrup avlýsti ferðina til Føroya í mai 1995. Nyrup ynskti bara at sleppa sær undan at standa til svars mótvegis kravinum um eina dómarakanning. Kenn tína vitjunartíð, Nyrup Eitt danskt orðatak sigur, >>at tú skalt kenna tína vitjunartíð<<. Nyrup kendi sína vitjunartíð í mai 1995, hóast grundgevingin hann gav fyri avlýsingini ikki var eftirfarandi. Spurningurin er, um Nyrup kennir sína vitjunartíð hesa ferð. Eftir mínum tykki kann ein vitjan í Føroyum 6. januar 1998 gera meira skaða enn gagn í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Óli og Óli, skammið tykkum - Ólanir Jacobsen og Breckmann kappaðust um at spilla út Ingeborg Vinther fyri opnari mikrofon, men heldur áttu teir at tikið í egnan barm Í sambandi við viðgerðina í tinginum av málinum um skattalætta til sjómenn kom til illnar millum fyrrverandi floksfelagarnar Óla Jacob-sen og Ingeborg Vinther, og tey brikslaðu hvør øðrum mangt og hvat. Men eg haldi, at Óli Jacobsen fór út um øll sømilig mørk, og var tað hann segði ein jánkaslig roynd at fjala út yvir egna avmakt. Óli Jacobsen ákærdi Ingeborg Vinther fyri als einki at hava gjørt fyri limir sínar í FA, og at hennara einasta dygd var at brúka munn sín. Um Óla Jacobsen havi eg hug at siga, at hann man vera ein tann størsti pragmatikari og tí eisini opportunistur sum í hesum landi gongur, og er tí einfalt ikki førur fyri at vera í nøkrum parti politiskt. Hann er kanska bæði klókur og annað gott, men hansara hugburður ger, at hann má og skal fríggja til høgru og vinstru bæði floks- og fakpolitiskt. Hetta átti hann at sæð sjálvur heldur enn at skýrt tey, sum minna hann á tað, fyri líkt og ólíkt. Óli brúkar ikki munn, men tað eru kanska organiskar orsøkir til, at hann ístaðin skrivar síðu upp og síðu niður. Tó var orðavalið í løgtinginum týsdagin ikki tað penasta, og havi hoyrt. Um Ingeborg Vinther havi eg hug at siga, at hóast hon sigur nógv, og kanska eitt sindur ov nógv viðhvørt, so meti eg hana sum eina av teimum djørvu í tinginum. Ingeborg er tann einasti tinglimurin, sum kennir tað sum sína skyldu at verja tey lægstløntu, og hon er eisini tann einasta, sum torir at gera tað. Og hetta eigur hon nógv rós uppiborið fyri. Mær kundi lyst at hitt tann mann sum loyvir sær at ivast í, hvørjum Ingeborg heldur við. Hvør hevur gjørt meira fyri limir sínar, veit eg ikki. Men eg veit, at Óli Jacobsen er ikki altíð á barrikadunum, tá hann eigur at vera har. Hvør var atburður hansara undir sjómannaverkfallinum. Hvat gjørdi hann miðskeiðis í 80'árunum, tá trolararnir lógu undir Føroyum og fyltu skipini við seiði og harvið tóku lunnarnar undir upsafiskiskapinum í nógv ár. Onkuntíð hevur hann glepsað, men so at siga hvørja ferð er tað pragmatikarin Óli Jacobsen, sum fer líka nógv í part við mótstøðumonnunum sum sínum egnu. Og Óli Jacobsen heldur, at hann hevur vunnið sjómonnum ein sigur, nú hesir fara at fáa skattalætta. Men eg eri ikki eina einastu løtu í iva um, at hesin skattalætti bert og bert verður givin av eini einastu orsøk, og tað er fyri at fólkafloks- og sambandsmenn skulu sleppa ígongd við tað, teir hava ætlað í longri tíð, nevniliga at lækka lønina hjá lønmóttakarunum. Og verður uppskotið samtykt á tingi, tá hevur Óli vunnið ein pyrrussigur. Men hann hevur samstundis hjálpt fyrst og fremst Anfinni Kallsberg til sigurs. Breckmann og sosialistarnir Nú veit eg ikki, hvussu Óli Breckmann bar seg at í skúlanum, men hann fær altíð politisku roknistykki síni til at ganga upp. Og hetta ger hann við at geva sosialismuni ella sosiaistunum (hvørjir teir so eru í hansara hugaheimi) ábyrgdina av øllum negativum fyribrigdum í samfelagnum. Og eisini týsdagin kom Breckmann við síni vanligu skivu, har hann segði seg samdan við navnanum Jacobsen um, at Ingeborg var heimsins størsta ónytta, og annars at sosialistarnir vóru orsøkin til alla heimsins neyð og mest av øllum til, at vit hava tað skattaprosentið, vit hava. Og so ein remsa við øllum utopisku lyftunum, sum fólkaflokkurin diskar upp við undan hvørjum vali. Um eitt skattaprosent upp á 30 til okkum vanligu og 20 til partafeløgini. Men tað tragikomiska er, at eingin fólkafloksmaður enn hevur megnað at gera roknistykkið liðugt. Tí tá tað kemur til at greiða frá, hvussu landskassin skal fáa pening, um skattainntøkan fer munandi niður. Og so fáa vit evl omaná evl um at íløguhugurin fer at vaksa og at landskassainntøkurnar tí eisini vaksa. Nei, Óli Breckmann og tínir, sum bert hugsa um at lívga egnar- og lummarnar hjá samhugaðum, tykkara tos og hugsanir um lágar lønir og lágan skatt kunnu bert elva til undirgang, tí teir persónarnir, sum tit siga fara at fáa landskassanum eyka inntøkur, eru teir, sum í dag snýta sama kassa fyri risaupphæddir. Og tað eru í veruleikanum teir, sum eru orsøkin til, at skattaprosentið er so høgt, sum tað er. Varð øll inntøka í hesum samfelagnum skattað, so rokni eg við, at vit høvdu havt ráð til at sett skattaprosentið nakað niður. Og vit høvdu tá havt eitt meira reint og liviligt samfelag. Og eg haldi tað er fantastiskt at Óli Jacobsen og Óli Breckmann skulu ditta sær at nýta eina herferð móti FA og Ingeborg Vinther sum rættvísgering av eini ætlan, sum bert hevur til endamáls at lívga teimum, sum longu hava nokk. Tí uppskotið um skattalætta til sjómenn fer í síðsta enda ikki at geva vanliga sjómanninum fyrimunir. Nei, tað verða teir vælløntu og reiðararnir, sum fáa fyrimunirnar. Vónandi fer Ingeborg at halda fram við stríðnum, hóast hon í løtuni sær út til at standa rættiliga einsamøll. Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður Jólafrokostarnir HETTA er tíðin, tá teir víðagitnu "jólafrokostarnir" verða hildnir um landið. HESIN siður - onkur vil helst siga óskykkur - hevur vundið nógv uppá seg og er tað helst ikki uttan ávirkan úr Danmark. Har er tað "in" at hava jólafrokostar á nærum hvørjum arbeiðsplássi, og hetta er galdandi í stóran mun í Føroyum eisini. SJÁLVANDI er tað gott, at starvsfólk kunnu hittast á henda hátt og gloyma vanliga arbeiðsdagin. Men her er eitt stórt menn, sum vit ikki kunnu ávara móti nóg ofta. TAÐ er ferðslumentanin í sambandi við jólafrokstarnar. Tað vísir seg at vera alt ov vanligt, at fólk taka bilin við og líkasum "bara" fáa sær ein einkultan og so heimaftur. Hesin einkulti verður oftani til fleiri dupultar, og tá er straks vandi á ferð, um hugsað verður um koyring. Hetta er so eisini ein sera vandamikil tíð til koyring, tí tað er bæði myrkt og oftandi hálka eisini. TAÐ skal tí vera okkara inniliga áheitan á allar okkara lesarar um at lata bilin standa, tá farið verður til jólafrokost. Tit seta lívini hjá øðrum menniskjum í vága við at seta tykkum í bilin eftir slíka hugnaløtu. Brúkið apostlarnar ella almennu bussarnar. Latið okkum enda hetta árið víð at vísa, at vit hóast alt eiga eina ferðslumentan, sum sømir seg einum upplýstum og siviliseraðum fólki. YVIRLÝSING Verður sent øllum valfeløgum, flokkum, løgtingslimum og fjølmiðlum. Viðv. skattauppskotinum um skattalætta Eftir 1. viðgerð í løgtinginum at døma, er líkt til, at uppskotið verður samtykt. Tí hava undirritaðu fakfeløg havt fund saman. Feløgini eru komin ásamt um at biðja sínar limir um ongantíð aftur at velja teir tinglimir, sum atkvøða fyri hesum uppskoti. Vit halda, at allir borgarar skulu vera líka fyri lógini, skattalógin skal ikki vera nakað undantak. Undranarvert at tílíkt uppskot kemur fram meðan samfelagið enn ikki hevur borið teimum alment løntu lønarniðurskurðin frá 1993 aftur. Hetta er bara byrjanin til ætlan Fólkafloksins at seta allar lønir niður. Grundgevingin er og hevur verið, at lønarlagið í Føroyum er ov høgt. Men hetta er ikki satt. Londini, vit sammeta okkum við, hava hægri lønarlag enn vit. At síggja til skal uppskotið koma fiskimanninum tilgóðar, men skattalættin kemur ikki teimum lágløntu fiskimonnum og enn minni útróðrarmonnunum tilgóðar (teir skulu tvørturímóti gjalda). Ein skattalætti kann koma illa við hjá fleiri kommunum og hjá landskassanum, so tað er eitt ivamál, um tað er forsvarligt yvirhøvur at geva nøkrum skattalætta. Mint verður á, at hendan yvirlýsing kemur frá 20 fakfeløgum við umleið 15.000 limum og ikki nøkrum einstøkum persóni. Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Havnar Arbeiðsmannafelag Havnar Arbeiðskvinnufelag Føroya Arbeiðarafelag Føroya Lærarafelag Starvsmannafelagið Sjúkrahjálparafelag Føroya Økonomafelagið Verkfrøðingafelag Føroya Fysioterapeutfelagið Sjúkrasystrafelag Føroya Føroya Postfelag Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara Ljósmøðrafelagið Ergoterapeutfelagið Sjúkrahúslaborantar Pedagogfelagið Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya Arbeiðskvinnufelagið >>Fjallbrúður<< Tórshavn, tann 10. desember 1997 YVIRLÝSING frá VMF VMF mótmælir førda politikkinum hjá sjúkrahúsleiðsluni móti búfólkinum á pensionatinum á Landssjúkrahúsinum. Somuleiðis verður mótmælt, at hægsti myndugleiki í málinum, uttanflokslandsstýrismaðurin Kristian Magnussen, sum hevði møguleika at steðga hesum ágangi móti búfólkinum, onki gjørdi men bert var áskoðari, meðan hesin ágangur móti búfólkinum bleiv framdur. Eisini átalar VMF niðurskurðir og sparingarnar á Landssjúkrahúsinum og førda starvsfólkapolitikkin. Hesar sparingar gera, at starvsfólkini ongantíð kunnu kenna seg tryggan í sínum starvi, men alla tíðina hava ótryggleikan við starvssetanini hangandi yvir sær, sum eitt sálarligt trýst. Hesin politikkur niðurbrýtur okkara sjúkrahúsverk og eigur tí at steðgast skjótast gjørligt, soleiðis at bæði sjúklingar og starvsfólk kunnu kenna seg tryggan innan sjúkrahúsgátt. Soleiðis samtykt á landsnevndarfundi 6. des. 1997 landsformaður Alis Jacobsen DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Hann veksur vindin upp í hvassan vind av útsynningi og stundum regn. Seinnapartin slítur í. Hitin millum 5 og 8 stig. Leygarnáttina hækkar hann upp í útnyrðing og minkar vindin. Hitin fellur niður í eini 3 stig. Veðrið leygardagin: Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, sum frálíður minkar hann vindin og lækkar niður í sunnan. Yvirhøvur turt og hitin um 5 stig. Veðrið sunnudagin, mánadagin og týsdagin: Sum frálíður hvassur vindur ella skrið av suðri og eitt skifti regn. Hitin veksur upp í 8 til 12 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst við New Foundland fer móti Eystur-Grønlandi, samstundis sum eitt hátrýst yvir Finnlandi fer vestur í Norska Havið. Í dag: Tað merkir, at Føroyar framm til týsdagin vil fáa luftstreym av suðri og útsynningi. Leygardagur 13. desember 1997 Lagt til rættis hevur Hans Jørgensen Gudmundur Bruun soleiðis sum eg minnist hann Á mentanarløtu í Miðvágs skúla seinasta sunnudag helt Valborg Svaðabú fyrilestur um Gudmund Bruun Fyrstu ferð, eg hitti Gudmund Bruun, var í 1936. Tað bar so á, at eg slapp til Danmarkar við skúlabørnum. Tvey børn sluppu við úr Miðvági, Henrietta Niclasen og eg, (vit vóru hepnar at vinna í lutakasti). Minnist meg rætt, vóru skúlabørnini 67 í tali úr øllum landinum. Við í ferðini vóru fýra ferðaleiðarar. Vit fóru av Havnini við Tjaldrinum og skuldu sova í lastini. Flestu okkara høvdu sjóverk, sum vera mann. Hetta var ógvuliga spennandi at sleppa burtur í onnur lond. Tá ferðaðust fólk ikki so nógv sum nú á døgum. Nú á døgum kann hetta samanberast við eina Amerikuferð. Vit komu í øllum góðum til Keypmannahavnar og skuldu búgva umborð á >>Fregatten Jylland<<, sum lá við Islands Brygge. Vit ferðaðust víða um í Danmark. Hitti Gudmund Bruun fyrstu ferð Ein dagin, skúlabørnini vóru á Fjóni og sigldu eftir >>Odense Å<<, kemur ein av ferðaleiðarunum, Elisabeth Olsen, ættað úr Vestmanna, til mín og sigur, at Gudmundur Bruun, próstur, vildi hitta meg. Hann hevði spurt, um nakar av bóndafólkunum á Ryggi var við. Eg fór so úr bátinum upp á brúnna at heilsa upp á Gudmund Bruun, henda sera dámliga og vinsæla mann, ið tók ímóti mær við opnum ørmum. Hann beyð mær at verða vælkomin at búgva hjá teimum í Hesselager Prestagarði. Eg kom so at búgva hjá Gudmundi Bruun og konu hansara Edel Bruun. Tey tóku hjartaliga í móti mær, so eg kendi meg heima beinanvegin. Tey áttu tríggjar døtur: Borghild, 18 ár, Hjørdis, 14 ár og Gudrun, 10 ár. Eg kom at halda mest saman við Hjørdis og Gudrun. Gudmundur hevði eisini ein fosturson, ið æt Ejnar. Hjá Gudmundi komu eisini at búgva Sámal Erik Matras, lærari, sum var ein av ferðaleiðarunum, og Dánjal Nielsen úr Sandavági, ein av skúlabørnunum. Blíðskapurin var framúr. Tey vistu ikki alt tað góða, tey skuldu gera fyri okkum. Ein dagin vórðu øll skúlabørnini við ferðaleiðarum boðin til drekka í tí stóra, vakra urtagarðinum hjá Gudmundi. Aftaná vórðu tiknar myndir av okkum á prestagarðstrappuni. Annars vóru vit útferðir ymsa staðni á Fjóni. M.a. vórðu vit boðin á slottið, Tidselholt. Eisini har varð borðreitt fyri okkum í urtagarðinum. Greivahjúnini vístu okkum stóran blíðskap. Vit sóu eisini húsini hjá H.C.Andersen í Odense. Tungt at siga prestafólkunum farvæl So væl dámdi mær í Hesselager prestagarði, at tað var tungt at siga farvæl, tá stundin var komin, at vit skuldu skiljast. Ein kendi seg so væl hjá hesum ediliga og vinsæla manni, ið vildi okkum og øllum føroyingum alt tað besta. Vinskapur fyri lívið Aftaná, at eg varð heimaftur komin, tók seg upp brævaskifti millum Gudmund og meg. Eisini skrivaðu pápi og Gudmundur saman. Hesin vinskapur vardi við so leingi, hann livdi. Døturnar, serliga Hjørdis, havi eg havt samband við til henda dag. Hvørja ferð, eg eri uttanlands, vitji eg Hjørdis í heimi hennara í Nykøbing Falster. Um onkur spyr Hjørdis, hvussu vit kennast, svarar hon: >>Vi har kendt hinanden fra før, vi blev født.<< Og satt er tað. Í trý ættarlið hava vinarbond verið knýtt millum Bruun fólkini og bóndafólkini á Ryggi. Tað vildi so til, at Hjørdis og eg komu at hava sama starv. Hon er vevilærarinna. Hjørdis varð gift við Axel Schjøler, myndahøggara. Hann doyði fyri tveimum árum síðani. Gudmundur aftur í Føroyum í 1937 Í 1937 var Gudmundur í Føroyum og vitjaði. Áðrenn hann kom vestur í Vágar, var hann til kirkjuvígslu í Skúvoy saman við Jákupi Dahl, prósti. Tað var um hesa tíðina, hann gav úr hondum >>Fedranna kirkja í Føroya tjóð...<<, sum er umyrkt til føroyskt og føroyskt umhvørvi úr svenskum. Hann búði hjá okkum, tá hann kom til Miðvágs. Eg minnist, at hann las henda sálmin fyri okkum. Gudmundur var fegin um at verða komin til føðibygd sína. Hann vitjaði í Jansagerði og onnur kend støð. Gestur í Bø dagin fyri vanlagnudagin 12. juni 1937 Ein dagin fór hann út til Bíggjar at vitja vinfólk. Emil Joensen, prestur, var heima í Føroyum og ferðaðist hetta summarið. Dagin eftir prædikaði Gudmundur í Miðvágs kirkju. Beint, sum vit komu úr kirkjuni, kemur Haraldur Norðri í Stovu inn hjá okkum við teimum ófrættatíðindum, at ein bíggjarbátur varð saknaður. Báturin varð farin til útróðrar dagin fyri og varð ikki afturkomin. - Hetta var tann dapri óeydnisdagurin 12. juni 1937, tá bíggjarbáturin gekk burtur í dýrdarveðri við 4 monnum. Trúfesti Eitt av eyðkennum Gudmundar var trúskapur. Ongantíð gloymdi hann at vitja vinfólk síni. Hann var altíð inni á gólvinum hjá Olivinu í Kálvalíð, tá hann var heima. Hon var ein dadda hansara í Jansagerði. Jensiu Svabo gloymdi hann heldur ikki. Hon var arbeiðsgenta á Hesselager stutt fyri kríggið. Hesa ferðina fór hann úr Miðvági út í Hest at vitja Herdis Joensen. Hon hevði eisini verið dadda hansara í Jansagerði. Martin Joensen, lærari, flutti okkum suður við báti sínum >>Brestur<<. Við á ferðini vóru umframt Gudmund, pápi, pápabeiggi og Sámal, bróðir. Sjálv var eg eisini við. Hetta var ein sjaldsama vakur dagur, dýrd í sjónum. Vit fingu eina hjartaliga móttøku úti í Hesti. Var eisini okkum hollur stuðul undir krígnum Um várið 1939 fór Gotfred, bróðir, til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Gudmundur var sum altíð fúsur at hjálpa. Gotfred var altíð vælkomin í Hesselager, prestagarði, tey árini, hann búði í Danmark. Hetta var undir krígnum, og tá var gott at hava hollar vinir at koma til. Gudmundur gav Gotfredi eini góð ráð, um tað var okkurt, hann skuldi gera: >>Ger tað í dag. Set tað ikki út til í morgin, tí tá kann tað verða ovseint.<< Hesum ráðum fylgdi Gotfred út í æsir, tá hann kom heimaftur til Føroyar. Um heystið 1939 fór Jóhan, bróðir, yvir til Noregs at ganga í skúla. Tað vildi so illa til, at hann varð innistongdur í Noregi 9. apríl 1940, tá týskurin hersetti landið. Skúlin, hann gekk á, var tætt við Kristiansund, sum týskararnir bumbaðu sundur og saman. Heima sótu vit við ótta og vistu ikki, um Jóhan var livandi ella deyður. At týskararnir løgdu á at bumba Kristiansund var tí, at Hákun, kongur og fylgi hansara flýddu og krógvaðu seg har í nánd á veg til Onglands. Sendi gleðitíðindi gjøgnum danska útvarpið Eisini her kom Gudmundur sum ein frelsandi eingil. Tað bar so á, at ein dagin kemur Marin Margreta rennandi niðan til okkara, rópandi: >>Jóhan í útvarpinum.<< Tá hevði Gudmundur fingið í lag við danska útvarpið, at senda tíðindi frá føroyingum í Danmark, hvussu teimum visti við. Gotfred hevði fingið bræv frá Jóhan úr Noregi; tað var fyrsta lívstekinið. Gudmundur sendir so eini boð til pápa um danska útvarpið, at sonur hansara, Jóhan er á lívi. Hetta vóru tey fyrstu føroysku tíðindi, sum send vórðu um danska útvarpið til Føroya undir krígnum. Síðani vóru regluliga send tíðindi eina ferð um vikuna frá føroyingum í Danmark. Føroyingar heima lurtaðu mest eftir norðmanninum frá London. Mamma lovaði, at Gudmundur skuldi fáa løn fyri sína góðu gerð. Hon gav honum eitt kot. Eg vav og mamma seymaði. Heima aftur í 1945 Gudmundur kom aftur til Føroya at vitja eftir krígslok 1945. Føroyingar í Danmark høvdu sent hann heim. Teir hildu, at hann átti at søkja prestaembætið í Suðurstreymoy, sum tá var leyst, og verða próstur í Føroyum eftir J.Dahl, sum doyði undir krígnum. Hægsta ynski hansara var at fáa embæti í Føroyum. Men tað vóru ymisk ting, ið forðaðu honum í hesum. Konuni, Edel Bruun, dámdi ikki í Føroyum. Tá Gudmundur varð settur fyribils prestur í Vágum 1917, búði konan eisini eina tíð í Miðvági. Eisini var hann merktur av sjúku. Hann hevði sukursjúkuna. Spurdi gudpápan til ráðs Gudmundur spurdi gudpápa sín, Rasmus á Háskúlanum, til ráðs. Rasmus ráddi honum frá at søkja. Fyri tað fyrsta tí, at konuni ikki dámdi í Føroyum, og tá hevði hon eisini vánaligari heilsu. Eisini væntaði Rasmus, at hann fór at fáa so harða mótstøðu frá ymsum trongskygdum trúðarbólkum í Føroyum. Tað, sum tó sannførdi Gudmund um, at hann als ikki vildi til Føroya, varð skrivingin í Dimmalætting, sum m.a. skrivaði, at hann hevði >>appetit<< til próstaembætið í Føroyum. Henda skrivingin særdi Gudmund Bruun nógv. Hann svaraði Dimmu aftur, at hann søkti ikki próstaembætið í Føroyum, men prestaembætið í Suðurstreymoy, men var settur próstur. Annars var ikki neyðugt hjá honum at hava >>appetit<< til próstaembætið í Føroyum, tí hann var próstur í Hesselager á Fjóni. Ein annar føroyingur hevði sagt, at fekk Gudmundur próstaembætið í Føroyum, sluppu teir ikki av aftur við hann. Gudmundur fór vónbrotin niðuraftur til Danmarkar. Hetta var takkalønin hann fekk frá tí fólki, ið hann hevði stríðst fyri og vígt allan sín alsk. Álopið í Dimmu gav banasár Í brævi til foreldur míni 26. september 1945 greiðir Gudmundur frá um hetta mál: >>Eg havi nú sent Dimmu svar á hatta álopið, hon gjørdi á meg. Vinmaður mín, Carl Hermansen, próstur, hevði sagt frá einum sambandsmanni, sum á sinni hevði biðið hann um ikki at hava nakað við sjálvstýrismenn at gera, tí at ein sjálvstýrismaður kundi ikki koma í himmiríki. Hetta hevur so skarnsblaðið lagt meg undir. Danskir blaðmenn hava tosað við meg umborð, og summir hava skrivað nakað, sum eg yvirhøvur aldri havi sagt.- Kristiligt Dagblað, sum Dimma tekur til, havi eg yvirhøvur aldri tosað við. Men hetta hevur tikið mær nógv, so eg eri sjúkur enn, og so mikið hevur tað gjørt, at eg søki ikki til Føroyar. Annars hevði kona mín nú játtað at farið við nú. Men soleiðis, sum eg nú av órættum eri vorðin til skemdar, er tað ivaleyst, at eg fari ikki, og eg havi skrivað til biskups, at hann ikki heldur skal senda meg til at vikariera. Men hetta hevur sjálvandi tikið mær nógv, av tí at tað nú var ynski mítt at fara til Føroyar og brúka tey seinastu árini til at arbeiða fyri Føroyar. Tað er spilt nú. Kona mín sigur, at eg ikki átti at hava givið uppat, men tað havi eg nú gjørt. Greinin í Dimmu, og tónin í henni vísir mær týðiliga, at tað er ein stórur flokkur, sum ikki vil hava meg, og so lati eg vera<<. Seinasta ferð Gudmundar í Føroyum Seinasta ferð Gudmundar Bruun í Føroyum varð í 1956. Hesa ferð varð konan, Edel Bruun, við. Hon hevði verið sjúk og var tí illa til fóts. Hetta summarið var eg ferð í París. Á vegnum heimaftur fór eg til Hesselager at vitja hjá Gudmundi Bruun sum so ofta. Hann gleddi seg til at koma til Føroyar. Eg skuldi fara heim við Tjaldrinum, áðrenn tey fóru. Her skal sigast frá einum dømi um Gudmundsa trúskap. Mamma mín var illa sjúk í 12 ár. Vit tosaðu um, hvussu nú mundi vita við heima. Tá ið eg komi umborð á Tjaldur, liggur bræv til mín á koyggjuni frá Gudmundi. Tá eg varð farin úr Hesselager, hevði hann fingið bræv frá pápa, sum segði frá livimátanum hjá mammu. Tí vildi Gudmundur, at eg skuldi fáa at vita, hvussu til stóð, áðrenn eg kom heim. Hetta kann ein kalla trúskap av tí gamla slagnum. Vildi halda føðingar- dagin í føðibygdini Hetta árið, 1956, 18. august, fylti Gudmundur 65 ár. Hann vildi so fegin halda føðingardag sín í føðibygd sínari, Miðvági. Men konan, Edel, tosaði hann frá hesum. Hon helt, at biskupurin fór ikki at geva loyvi til longri summarfrí. Tey fóru so avstað til ásettu tíðina. Hetta var ein óeydnisferð. Tjaldur kom út í ringasta ódnarveður. Gudmundur var so óheppin at detta og bróta báðar handliðirnar. Íðin brævskrivari Gudmundur var íðin brævskrivari. Nógv fekk hann á skaftið, meðan hann sat langt út á náttina og skrivaði. Seinasta prædikan Fyrsta sunnudag í advent, 2. desember 1956, hevði Gudmundur, próstur, sum vanligt gudstænastu í Hesselager kirkju. Seinnapartin sama dag talaði hann eisini í embætisørindum. Um kvøldið fór hann til Keypmannahavnar, tí hann skuldi fyrrapart mánadag, 3. desember, fara til kongs at takka fyri riddarakrossin av fyrsta stigi, sum hann stutt frammanundan hevði fingið. Eftir vitjanina hjá kongi fór hann at vitja bróður sín, Sigurd Bruun, í Ny Kongensgade. Stutt eftir, at hann varð komin inn um gáttina, kendi hann seg heilt vánaligan. Hann varð beinanvegin fluttur á kommunuhospitalið, men longu áðrenn hann var komin á sjúkrahúsið, andaðist hann. Familju hansara og øllum hansara mongu vinum kom hetta dátt við, tí sorgarboðini komu so óvæntað. Bert fáar dagar frammanundan hevði hann verið á 75 ára veitslu Føroyingafelags og hildið føroyska gudstænastu í Vartov kirkju, vinsælur og fryntligur sum altíð. Handskrivaða lestrabók í varðveitslu Aftaná, at Gudmundur var deyður, fekk eg eina handskrivaða lestrarbók, sum hann hevði skrivað. Kona hansara Edel Bruun sendi mær hana. Bókin er við lestrum frá 1916 - 1918. Harímillum er brúðartalan, Gudmundur helt fyri pápabeiggja, Jógvani, bónda á Ryggi og Sofíu. Tey vórðu vígd 26. august 1917. Doypifunturin í Miðvágs kirkju Gudmundur hevur givið doypifuntin til Miðvágs kirkju. Søguna hjá doypifuntinum skrivaði hann niður og sendi pápa mínum, Heina Joensen. Hon er nú í varðveitslu í prestagarðinum í Miðvági. Goymir doypifatið til Gásadals kirkju Kirkjuráðið helt tað gamla doypifatið hóska betur, tí stendur tað doypifatið, ið Gudmundur læt, hjá okkum. Hann segði, at um kirkja nakrantíð varð bygd í Gásadali, skuldi doypifatið latast hagar. Óprentað handrit liggja eftir Bruun Eftir at Gudmundur Bruun var deyður, skrivaði kona hansara Edel Bruun til mín, at eftir Gudmund Bruun lá m.a. ein týðing til føroyskt: >>Kristi eftirfylging<<, eftir týska prestin Thomas A. Kempis. Hon spurdi, um eg helt, at okkurt føroyskt forlag vildi geva tað út. Eg tosaði við forløg, ið vóru sinnaði at geva bókina út, men tíðan verri doyði Edel Bruun, uttan at eg fekk fatur á týðingini. Nú ein dagin, eg tosaði við Hjørdis, segði hon mær, at dóttir Borghildar, Ida, helt seg hava funnið hesa týðingina millum onnur skjøl, ið lógu eftir mammu hennara. 30 stílabøkur liggja hjá P.M.Rasmussen, presti Fyri nøkrum árum síðan lat Hjørdis meg fáa o.u. 30 stílabøkur, handskrivað skjøl eftir Gudmund Bruun. Hesi skjøl læt eg Petur Martin Rasmussen, prest fáa. Eitt ediligt og trútt menniskja Ongantíð í lívi mínum havi eg hitt eitt so ediligt og trútt menniskja sum Gudmund Bruun. Hann vildi øllum væl. Øll tey árini, eg búði í Danmark var eg í flestu frítíðum mínum og vitjaði í Hesselager prestagarði hjá Gudmundi Bruun. Ein kendi seg altíð heima hjá hesum ediliga manni og stak fittu familju. Oyggjaskeggi minnist Gudmund Bruun Aftaná deyða Gudmundar skrivaði Christian Matras í Oyggjaskeggja: >>At finna tað reinmeinta lyndið, tað álitislyndið, har einki er dult ella hult, tað er ikki manni fyri á hvørjum degi. Gudmundur átti hetta lyndið. Vart tú sjálvur hulin til, sum føroyingar flestir, við hvørt at halda hann vera nóg so opnan, nóg so bersøgnan og fram í móti at vera ov mikið góðtrúnan, so gleddist tú kortini við, at slíkt lyndið var til, sum ikki grunaði svik<<. Ætt hansara Gudmundur Bruun átti 3 brøður: Sigurd Bruun, Frits Bruun og Johannes Bruun, sum doyði bert 18 ára gamal. Eisini átti hann eina systur, Elisabeth Bille. Hon varð gift prestinum Bille. Tey búðu í Suðurjútlandi. >>Útlendingur<< og besti føroyingur Tað er av røttum at undrast á, at Gudmundur Bruun var so kønur í føroyska málinum. Hansara málburður var reinur, mergjaður og vakurt føroyskt mál, sjálvt um hann fór saman við donsku foreldrum sínum úr Føroyum, áðrenn hansara orðabreidd kundi hugsast serliga framkomin. Hann var ikki meira enn 6 ára gamalur, tá tey fluttu til Danmarkar, og hann nam ikki føroyska jørð aftur fyrr enn 20 ár seinni. Føroysku daddurnar Men óivað er eitt svarið, at hann alla ta fyrstu tíðina niðri hevði føroyska daddu. Í >>Jól í Føroyum<< 1936 skrivar Gudmundur Bruun í endurminningum sínum, at javnaldrar hansara á Bornholm ikki vildu hava hann við, tá ið teir spældu. Hann varð hildin uttanfyri. Hann heldur, at hetta stóðst av, at hann var embætissonur, og eisini tí, at hann kom úr Føroyum. Eina ferð, teir vóru komnir til ilnar, segði Gudmundur við teir: >>Bíðið bara til eg verði stórur, tá koma allir føroyingar eftir tykkum við hvalváknum og grindaknívum. Tá verða tit ræddir<<. Eftir hetta varð hann eyknevndur >>grindahvalurin<<. Hann helt seg nú mest afturat arbeiðsgentu teirra úr Skopun og grannkonuni, ið var úr Havn. J.H.Winther Poulsen, professari, sigur fyri mær frá faðir sínum, at tað var henda skopunargentan, ið átti tøkkina fyri, at Gudmundur varðveitti tað føroyska málið. J. H.Winther Poulsen heldur, at hon kann hava verið Hedavig, dóttir Janus í Urðini, sum hevði konu av Byrginum í Miðvági. Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Í kvøld skal Ársins songrødd kjósast 9 finalistar eru við í endabrestinum í Ársins songrødd Lagt er upp til að heilt stóra kvøldið, tá finalan í tiltiknu Songrødd kappingini verður í Havn í kvøld. Ítróttarhøllin á Hálsi er ramman um finaluna, har 9 luttakarar úr øllum landinum eu við, og sum skulu sannføra áskoðarar og dómarar um, at jú tey eru Ársins songrødd. Farnu vikurnar hava innleiðandi kappingarnar verið, og úrslitið av teimum hevur verið, at 9 finalistar eru klárir til finaluna í kvøld. Á Sandoy gjørdist tað ikki til nakra kapping,t í bert ein luttakari var, men hann ser so sloppin við í finaluna, og Frankie Jensen hevur áður roynt seg í Songrøddkappingini. Í Suðuroy vann Michele Carlson, og saman við henni, fer eisini Eyðun Jacobsen, sum gjørdist nummar 2, at luttaka í finaluni kvøld. Úr Strymoynni verða eisini tveir luttakarar. Annar er Súsanna Madsen, sum vann innleiðandi kappingina í Havn, og so eru tað tær báðar Gunn Müller og Gurðrið Hansen, sum gjørdust nummar 2. Í Vágum vunnu Finnur J. Jacobsen og Ruth á Plógv. Finnur munnu fólk kenna frá bólkinum Arrestment, sum var ein av finalistunum í Prix Føroyar fyrr í ár. Seinasta innleiðandi kappingin var á Kambsdali seinasta vikuskiftið, og har var undirtøkan sera góð. Moirae eisini við Støðið í kappingini var høgt, og endin var at Eiðvør Pállsdóttir vann, og saman við henni skal eisini Arnfríð Lütsen verða við í finaluni í kvøld. Tær báðar vórðu ávíkavist nummar 1 og 2 í kappingini á Kambsdali. Upprunaliga skuldu bert tveir teir bestu tveyararnir sleppa við í finaluna, men av tí at tað var ringt at meta um støðið frá kapping til kapping, tóku fyrireikararnir avgerð um, at allir tveyararnir eisini fingu pláss í finaluni. Rockbólkurin Moirae er eisini partur av Songrødd finaluni, tí bólkurin skal spæla á stóra tiltakinum í kvøld. Terji Rasmussen og hansara menn fara at spæla løg av fløguni hjá sær, og nýggjar sangir, sum teir hava lagt til rættis fyri kortum. Stórt diskotek verður eisini, og nógv verður gjørt burtur úr ljóði og ljósi, sum ADJ Sound og teknikkarar hjá Cal fara at taka sær av. Finalan byrjar klokkan 23.00 í kvøld. Frits Johannesen Regin Dahl Hann er har sum sólin brandar, men hann er eisini har, tá ið tað brýtur á lágni, tá ið himmal og hav standa í einum Ein gregoriansk, gotisk fløga er greidd úr hondum. Ein gongustjørna úr meldrinum av fløgutón-leiki. Góðaráð bleiktrar á tónahiminum og leiftrar við einum fornum boðskapi, ið nertur við eina trá, sum vit kenna úr instu sál okkara. Tú ert undir teimum gomlu bitunum. Maðurin letur notur og kvistar dansa fyri tær í einum gotiskum búna, sum rættir sínar hendur móti teimum ævigu hæddunum, hóast tú ert undir lágari lon. Tann einkli stílurin sveimar ímillum súlur og sperrur í lívrunnum ljósi ovast uppi í tí gotiska kirkjurúminum. Dustið av heimsins halkoytum ger ljósið livandi ímillum rivjabeinasperrurnar. Sangurin flakkar í tí stóra kirkjurúminum og dustið darrar av skjaldramynstri í løgum Regin Dahls. Ikki er maðurin spiltur í løgum sínum av sniði, sum fjarar og fløðir í nýmótans búna á tónahiminum. Nei, hann er ein gongustjørna, sum er til skjals her og nú. Hann hevur livandi ljós við sær, ein skyggjandi, eldgamlan brand úr teimum ytstu rúmdum, har Várharra við síni øgiligu rødd hevur skapað gamalt grót. Hetta er bert eitt fjallamál av teimum minstu steinpirrunum úr hansara hond, sum eisini finnast her á jørð og í løgum Regin Dahls. Tú mást vera einsamallur við tónleiki hansara. Tú mást lata frið koma yvir teg og lurta eftir honum við myndum frá tí farna. Drátt á Kamarshellu, sjarrandi ljóði av flóðini summarkvøld eftir heitan dag, har feitur sjógvur ballar uppturkað gjar av dagsins sólargeislum við sjóvarrond við mildum ljóði, sum øll elska, sum tú altíð vendir aftur til og sær taran við vørrum sínum syngja stum forn løg. Í hesum ljóði er Regin Dahl. Hann er har sum sólin brandar, men hann er eisini har, tá ið tað brýtur á lágni, tá ið himmal og hav standa í einum. Hesin gregorianski, gotiski listamaðurin eigur ljóð av bylgjum, sum koma úr havi uttast við og leggja seg til hvíldar í tónum, orðum, fraseringum og myndum innast við fjøruklett. Tú eigur hetta. Hetta er títt. Eitt dism av gregorianskum- kanska ikki so lítið er í hesum. Tú hoyrir sálm Magnussar (Magnus hymnan) fyri tær. Hann er jú hiðani frá norðurlendskum jørðildi, millum Orknoyoyggjarnar, Hetland, Ísland, Føroyar og Vesturnoregi, og er ímillum elstu rit um fleirirøddaðan sang ( niðurskrivað ár 1280 og er frá uml. 1140). Tú hoyrir íslandskan tvísong fyri tær, tú hoyrir kvæðini fyri tær, kingosangin og skjaldrini. Tú hómar fólk, sum hava sitið millum fjalla og sungið undir síni egnu lon og droymt um betri sømdir her á Guðs grønu jørð, men fingu bert ein tungan kross at bera í sakni og súti, í longsli og tráan. Teimum longdist eftir ljósi og teimum ævigu hæddunum. Tað var bert Várharra, sum kundi geva teimum hetta, og tí var innarligi sangur teirra tóni av tí insta í menskjasálini, og tað er tað gregorianska eisini. Tað fylgir hjartatrytmuni. Nærri kanst tú ikki koma. Har er Regin Dahl. Gudmund Bruun prestur Fyrilestur, sum David Johannesen, sóknarprestur í Vágum, heldt um Gud-mund Bruun á mentanarløtu í Miðvágs skúla seinasta sunnudag 18. august 1991 vóru hundr-að ár liðin síðan Gudmund Bruun, próstur og skald varð borin í heim. Í hesum sambandi stóð grein í Dimma-lætting, sum Pól á Kletti, blaðmaður, hevði skriv-að. Hon bygdi á sam-røðu, sum Pól á Kletti hevði við Ejvind Vilhelm, vara-biskup. Mín fyrilestur bygg-ir fyri tað mesta á hesa grein. Gudmund Bruun varð fødd-ur í Jansagerði í Mið-vági 18. august 1891. For-eldur hansara vóru tá-ver-andi sóknarprestur í Vág-um, Emil Bruun og konan, Dora Topp. Gudmund vaks upp í Miðvági og í Havn, í Sandagerði, har Emil, fað-ir-in fekk starv seinni. Emil Bruun, var prestur í 3 ár í Vágum, og 6 ár í Havn. So fluttu tey niður til Hasle á Bornholm at búgva, har fað-irin fekk prestastarv. Í 1903 fekk Emil Bruun prestastarv við Kristianskirkjuna í Keyp-mannahavn. Emil Bruun var ein nógv avhildin prestur og ein dugnaligur predikantur. Hetta skrivar Mikkjal á Ryggi í Miðvinga søgu. Emil gav prædikur út, og eru lestrar hansara eisini lisnir í Vágum. Gudmund gloymdi onga-tíð Føroyar. Hann hevði kær--leika til hetta land, og kendi hann seg sum før-oy-ing. Hann tók pre-li-mi-ner-prógv í 1907, og í 1909 tók hann studentsprógv á Bor-ger-dydskolen í Helgo-lands-gøtu. Hann var saman við føroyskum studentum, og stovnaði hann saman við øðr-um hitt føroyska Stu-denta-felagið í 1910. Á sumri í 1915 tók hann gud-frøðisligt embætisprógv við framúr góðum úrsliti. Ynski hansara var at koma heim til Føroyar at verða prestur. Men so varð ikki. Hann fekk hjálpaprestastarv við Trinitatis kirkju í Keyp-manna-havn. Og hann varð prestvígdur í Frúukirkju 16. september 1916, av Harald Ostenfeld, Sælands bsikupi. Sama ár giftist hann við Edel Fenger Ehrenreich, fødd 7. desember 1888. Í 1917 varð hann fyribils settur sóknarprestur í Vág-um og í Eysturoy. Hann var settur í eitt hálvt ár, við tað at tað var prestaloysi á hes-um støðum. Longu 28. november 1915 stovnaði hann St. Ólava føroyska kirkjulið í Keypmannahavn, sum hann í trúfesti røkti í meir enn 40 ár. Í 1918 gjørdist Gudmund sóknarprestur í Svallerup á Sælandi. Og í 1923 fekk hann kall sum sóknarprestur í Hesselager á Fjóni og síð-an 1931 og til hann doyði var hann eisini próstur í Gudme-Vinding Herreder. Eisini vórðu honum litin til mong álitisstørv. Alt, sum hann fekst við varð væl umsitið og væl úr hondum greitt. Føroyingar heiðraðu Gudmund við at gera hann til heiðurslim í Studentafelagnum í 1935, og í Føroyingafelagnum í 1947. Kongur heiðraði hann við riddarakrossinum í 1941. Gudmund Bruun var eisini skald. Hann yrkti nógv-ar sálmar og fost-ur-lands--sangir. Og haraftrat týddi hann ein hóp av sálm-um til føroyskt. Mangir av hansara sálmum og týð-ing-um standa í Sálmabók okk-ara. Í 1916 gav hann út >>Før-oyskar Kirkjusálmar<<. Og í 1939 gav hann út >>Vall--araljóð<<. Hann skriv-aði bæði í Varðanum, Kirkj-u-tíðindum og í Oyggja-skeggja. Hann skrivaði í Úti-seta og >>Kirke og Folk<<. Hann skrivaði eisini grein-ina um Føroya Kirkju í tví-bindsverkinum, >>Føroyar<<, sum Dansk-Færøsk sam-fund gav út í 1957. Í 1968 komu út prædikur, týddar av Axel Tórgarð, prestir. Præ-d-ikurnar eru týddar eftir hond-skrivaðari bók, sum Heini Jeonsen á Ryggi við familju eigur. Teir, sum kendu Gud-mund siga, at hann var eitt ómetaliga gott, vinsælt, og fyrikomandi menniskja. Og hann var hugnaligur at skifta orð við. Hóast hann ikki var føroyingur, so kendi hann seg sum før-oy-ing. Tað vitna bókmentaligu avrik hansara um. Gud-mund Bruun greiðir sjálvur frá í einum minningarriti, hvussu tað bar til, at hann tók á seg arbeiði millum før-oyingar niðri í Danmark. Hann sigur sjálvur, at tá slup-pirnar um heystið komu til Keypmannahavnar at selja fisk, plagdi hann at vitja umborð og tosa við menninar og veita teimum ein beina. Hann plagdi eis-ini at vísa sjómonnunum runt í býnum. Hann fór við teimum á Tjóðminnissavnið at vísa teimum teir føroysku fornlutirnar. Teir føroyingar, sum komu til Keypmannahavnar høvdu ein kristiligan førn-ing, sum tað galt um at varð-veita og fjálga um. Her gjørdi Gudmund eitt stórt arbeiði bæði í tí andliga og í tí tímiliga. Hann hjálpti teim-um, at varðveita kristna siðaarvin, so teir kundu hava nakað at byggja á, tá teir komu heim aftur til Før-oyar. Gudmund talar um tað rák og ta mentan, sum gjørdi seg galdandi í Keyp-mannahavn tá. Her hugsar hann um Brandesianism-una. Hetta var ein rørsla, sum vendi sær móti kirkju og kristindómi yvirhøvur. Gudmund vildi verja teir før-oyingar, sum komu niður at lesa, móti slíkum ateist-isk-um hugsunnarhátti. Teir føroyingar, sum komu niður høvdu eina kristna trúgv, sum barlast. Og galt tað um at varðveita hesa góðu bar-last. Tað var tað, Gudmund royndi at gera í felags-lív-inum og við gudstænastum yvir-høvur. Tað vóru soleiðis vand-ar, sum lúrdu, og sum hóttu at taka gudstrúnna frá teimum lesandi. Gudmund Bruun sigur sjálv-ur, at endamálið við guds-tænastunum var at varð-veita tað sáð, sum var lagt niður í føroyingar heim-anífrá - og at fáa tað at nørast og vaksa. Prædik-urn-ar vórðu frá fyrstu tíð - líka frá 1915 - hildnar á før-oysk-um. Og var tað soleiðis for-kunn-ugt at hoyra prædikur á føroyskum. Tað styrkti um samanhaldið og tjóð-skap-ar-kensluna. At vit ikki bara eru eitt fólk við egnari ment-an, men eisini við egn-um máli. St. Ólavs føroyska kirkju-lið helt fyrst gudstænastur í Abel Kathrinu kirkju í Keypmannahavn. Í 1923 flutti kirkjuliðið í Nikolaj kirkju, og í 1939 varð flutt í Mariukirkju, har Emil Joen-sen var prestur. Og uppaftur seinni varð flutt í Vartov-kirkju. Og har varð hildið á líka til Gudmund andaðist í 1956. Gudmund Bruun helt før-oyska gudstænastu eina ferð um mánaðin, og tað var alt-íð um kvøldið, tí hann sjálv-ur skuldi hava gudstænastu í Hesselager fyrrapart. Und-ir krígnum vóru nógvir før-oyingar niðri, og var sam-an-haldið sera gott. Gudmund var altíð sera væl fyrireikaður, tá hann kom á prædikustólin. Præd-ik--urnar, hann helt fyri før-oy-ingum í Keypmannahavn eru útgivnar undir Heit-in-um: Ljósið rann av kærleiks runni. Sum sagt var tað for-kunn-ugt fyri føroyingar at hoyra prædikur á móðurmálinum. Teir vóru jú vanir at hoyra danskar prestar í Føroyum - í hvussu so er, fyri tað mesta. Seinni komu føroysk-ir lestrar eftir Jákup Dahl prósti út. Tá vórðu eis-ini føroyskir lestrar at hoyra í føroyskum kirjum. Tó hevði onkur føroyskur prest-ur prædikað á før-oysk-um fyri tað. Teir, sum kendu Gudm-und, siga, at hann fylgdi væl við føroyingunum í Keyp-mannahavn. Serliga væl fylgdi hann við gud-frøð-ing-un-um. Og tá teir vórðu prest-vígdir, plagdi hann at senda teimum bønina hjá Frans úr Assissi. Hon var skrivað við hansara vøkru hondskrift. Gudmund hevði sjálvur týtt hesa bøn til før-oyskt. Teir, sum hjálptu til í kirkjuliga arbeiðnum vóru Tróndur Olsen, Emil Joen-sen, prestur og Janus Øss-ur-son, kórdeknur. Gud-m-und kom til Keyp-mannahavn-ar og tók lut í felags-lív-inum altíð tá tað bar til. Hann kom javnan í Før-oy-inga-felagið og hini feløgini. Ferða-umstøðurnar vóru ikki so góðar tá í tíðini. Gudm-und Bruun vildi ikki, at før-oyska kirkjufólkið í Keyp-mannahavn skuldi verða ein serflokkur. Hann vildi, at tann kristiliga førningurin, tey fingu í kirkjuni, skuldi >>smitta av<< í tí verðsliga lív-inum í arbeiði, verki og ger-andisdegi. Gudmund Bruun umyrkti svenska Sálmin Fedranna kirkja. Hann gjørdi hann til ein føroyskan sálm, har tað tjóðskaparliga týðuliga kem-ur fram. Hann talar um Keltiskar kristmenn, írsku munkarnar. Hann talar um Ólav hin Heilaga, og Sigm-und. Sálmurin stóð í Kirkju-tíðindi í 1937, sama ár, Skúv-oyar kirkja varð vígd. Gudmund var sjálvur vi ðtil vígsluna. Skúvoy er jú Føroya elsta kirkjulið. Har bygdi Sigmundur fyrstu kirkj-una. Eg haldi sjálvur, at sálm-urin, Eg fátækur snúgvi mær, faðir, er ein av teim mest evangelisku sálm-un-um, vit eiga. Hesin sálmur talar um ta eyðmýkt, sum eigur at eyðkenna ein kristn-an, tá hann stendur fyri andliti Guds. Hesin sálm-ur er ein megnar sálm-ur. Vit kunna eisini nevna føði-landssangin, Norrøna Mál. Ein sera vakur og góð-ur sangur, sum verður nógv sungin. Fyrsta sunnudag í advent, 2. desember 1956, helt Gudm-und Bruun, próstur gudstænastu sum vanligt í Hesselager kirkju. Og um kvøldið fór hann til Keyp-mannahavnar, tí hann skuldi fyrrapart mánadag, 3. de-sem-ber, fara til Kong, at takka fyri Riddarakrossin av fyrsta stigi, sum hann hevði fingið stutt framm-an-undan. Eftir vitjanina hjá kongi fór hann at vitja bróður sín, Sigurd, í Ny Kongensgøtu. Stutt eftir at hann var komin inn um gáttina, gjørdist hann sjúkur og varð fluttu rá Kommunuhospitalið, men longu áðrenn hann var komin á Sjúkrahúsið, doyði hann. Hjartað var steðgað. Í minnisgrein um Gudm-und í Kirkjutíðindum sigur Janus Øssurson, kórdeknur, at tað frættist skjótt um Keyp-mannahavn, at hann var deyður. Sorgarboðini komu óvæntað. Hann hevði stutt áðrenn verið við til 75 ára veitslu Føroyingafelags og hildið gudstænastu í Var-tov kirkju. Eisini í Hesselager var Gudm-und væl umtóktur. Og tey syrgdu eisini henda mæta mann. Janus Øssurson sigur um Gudmund, at hann sum em-bæt-ismaður átti mekt og mæti, men var samstundis hjartagóður og vinsælur: og fólk høvdu alit á honum. Ein stórur maður var far-in. Og hóast ikki føroyingur, kendi hann seg sum før-oy-ing. Og verða skrivligu avr-ik hansara standandi sum varðar um ein merkismann! David Johannesen, sóknarprestur Bygdarsøga og bygdarminni Hans Jacob Debes ummælir bókina >>Úr Gjáar søgu. Barnaminni 1<< eftir Petur Jacob Sigvardsen. Forlagið Búgvin. Hans Jacob Debes, professari ummælir Heimstaðarkensla og tjóð-skaparkensla Hin 5. mai 1884 skrivaði studenturin Christian Bær-entsen á Regensen í Keypmannahavn eitt bræv heim til pápa sín í Føroyum. Tá skrivaðu føroyingar danskt; men júst í tí útlagna før-oyska umhvørvinum, har hes--in gávuríki føroyski drong-ur aftur fekk samband við landsmenn og heim-land, løgdust teir lunnar, sum góvu føroyingum eitt tjóðskaparligt fótafesti aft-ur. Christian Bærentsen skriv--ar í brævinum m.a. hes-i orð: >>Et menneske er jo dog aldrig rent abstrakt men-neske; det eksisterer kun i forbindelse med sine om-givelser, dels i rum og dels i tid, d.v.s. i forbindelse med folk, hvortil det hører.<< Tá ið tjóðskaparrørsla sum alment søguligt fyribrigdi varð vitskapur og gransk-ing-ar-evni, gjørdi ein hin fín-asti granskarin av hesum fyr-i-brigdi, amerikanarin Hans Kohn, av týskari-jød-isk-ari ætt, ta eygleiðing, at tað var ein grundleggjandi munur millum heim-stað-ar-kenslu og føðilandskenslu: Tann fyrra er ítøkilig, bund-in at minnum um heim-bygd-ina, um áir, fjøll, stein-ar og kend menniskju - og tað, sum ein sjálvur setti í samband við alt hetta stóra og grundleggjandi bak-sýn-ið. Hin seinna er meira ab-strakt, ein felagsnevnari fyri eina størri heild av smærri eindum, sum tó vórðu á-sann-að at hava grund-leggj-andi virði saman og í felag. Men hvussu verður so eitt menniskja ein partur av ein-ari mentan og ber henda arv longur fram á vegin? Spæl og mentan Ein kendur og lærdur holl-endskur søgumaður, Jan Hu-i-zinga, skrivaði fyri ein-um sjeyti árum síðan eina lítla bók, >>Homo ludens<< (Hin spælandi menniskjan) um upprunan til mentan. Upp-runin hevur allastaðni verið, skrivar hann, spæl barn-anna í øllum sam-feløgum. Í grundini hevur øll uppaling allastaðni verið at leggja niður í børnini tey virði, sum foreldrini sjálv høvdu tikið við frá fedrum sínum. Børnini sóu tey eldr-u arbeiða, sóu hvussu tey gjørdu hatta og hatta - og hvørja ferð á sama hátt, so sum umstøður vóru. Og í lítlari útgávu eftir førimuni endurskapaðu børnini í sín-um spæli eina vaksn-a-mann-a-verð, sum fyri teimum var verulig. Virðini vóru tey som-u og arbeiðsreglurnar tær somu. Og tá ið tey vuksu til, høvdu tey í spæl-i-num lært teir neyðugu før-leik-ar-nar til eitt lív í vaksn-a-mannaheiminum, eisini kapp-ingarelementið sum fyr-i-treyt. Nú kann tykjast, sum at hesin inngangur var í so drúgv-ur. Men tó vóru hetta hugsanir, sum róku framvið, meðan eg las, og kanska ser-liga eftir at eg hevði lisið bók-ina hjá Petur Jacob Sig-vardsen: >>Úr Gjáar søgu. Barnaminni 1.<< Men hetta er gjørt fyri at seta hana sum bókarverk inn í almenna europ-eiska kultursøgu, tí har stendur hon væl og vakurt. Bygdasøgur Vit hava í Føroyum millum ár og dag fingið nógvar bygd-asøgur. Tær eru í skriv-ing, úrvali av evnum og keld-u--grundarlag so ólíkar og ójavnar, at illa ber til at geva teimum eyðkenni und-ir einum. Tær mugu bara takast hvør fyri seg. Og kansk-a er tað júst hetta, sum er tað natúrligasta og lýsir tað fjølbroytta. Í øllum før-um er tað berandi grund-ar-lagið kærleikin til upprunan og alt, sum livdi og rørdist uttan um hann í fortíð og samtíð. Tí hvør bygd er nakað fyri seg. Hvør bygd er ein heim-ur, men hesir heimar av bygdum eru ikki allir líka: Fjøllini eru ikki tey somu, áirnar líkjast ikki allar, held-ur ikki navngivnir steinar í bø og haga og røkur og mjá-ar í bjørgum. Fram við fjøru og strond var ein heimur fyri seg. Bjørg-ini høvdu sína mentan og havmiðini sína. Fólksins mentan hekk ikki uppi í luft-ini. Fólksins mentan var arbeiðið, og uttan um tað hekk øll onnur mentan - eis-i-ni tað at ganga í kirkju, at syngja, at dansa og kvøða, at siga frá søgum - og hjá børnunum at spæla. Heimbygd og barnaminni Tað er um eitt av bygd-a-sam-fe-løgunum í Føroyum, at Petur Jacob Sigvardsen hev-ur skrivað síni barn-a-minni úr Gjáar søgu. Áður enn farast skal longur út í æsir, skal sigast, at hetta er eitt vakurt og væl gjørt verk. Petur Jacob er ikki kendur fyri at lata nakað úr hond-um, sum er hálvgjørt ella illa gjørt. Og hetta at vanda sær um tign og virði hevur hann ikki eftir ongum. Tað er næstan rørandi, tá ið hann skrivar, at pápi hansara Karl Jacob, nú 93 ára gamalur, hevur sitið við blýanti og lisið handritið og gjørt við-merkingar. Og hetta er ikki lítið verk: ikki færri enn nøkur og tjúgu væl skipað kapittul og undir kapitlunum meira enn hundrað undirevni - á næst-an trý hundrað síðum. Og tá er hetta bara fyrsta bind av fyribils tveimum. Bygd-ar-søgan sum barnaminni held-u-r fram í 2. bindi, ið, sum tað skilst, er liðugt og kemur um stutta tíð. Og vón er um, at vit fáa eitt triðja. Tað sigur seg sjálvt, at tíð og rúmd er ikki fyri at við-gera eitt verk sum hetta kap-ittul fyri kapittul og evni fyri evni. Henda umrøða skal tí heldur vera sam-an-fat-andi um verkið sum heild - og her er ivaleyst at nevna. At Petur Jacob Sigvardsen sær lívið í heimbygdini sum minni frá sær sjálvum, ger hetta verk eisini til eina per-sónliga bók. Júst hetta gev-ur frásøgnini lív og sál - og kanska eisini ein moral. Karmarnir Og hvat er natúrligari enn at byrja við einari lýsing av bygdini við húsum og húskj-um, nevnd eftir hús-a-na-vni ella húsbónda, og við nøvnum teirra, sum búðu í hesum húsum í tí tíð-ar-skeiði, rithøvundurin skriv-ar um. Bygdin er sjálvur leikpallurin. Og fjøllini. Tí tey eru karmurin um bygdar-samfelagið, bygdar-heim-in: fyri at nýta somu mynd: leiktjøldini. Hvat ið so broyt-ist, so standa tey eftir - hesin klettafasti og ó-vik-andi verjugarður: Sandfelli, Hornið, Nøvin, Fjallið, Tyr-il, Middagsfjall, Gráfelli og Slættaratindur. Áin, sum við Lítla-fløtti og Gortruánni, har dreingirnir lærdu seg at verða útróðrarmenn og fisk-i-menn, skapaði eitt par-a-dís-iskt umhvørvi fyri alt barn-a-lív og alla barnamentan - eitt satt laboratorium til fram-tíðarverk. Hvat barn í Føroyum, sum um summ-arið hevur verið við Gjógv, minnist ikki Lítlafløtt og lív-ið har. Og Gjógvin sjálv, sum allar øldirnar hevur ver-ið sjálv lívæðrin, haðan tað mesta kom og fór. Hon hevði sítt egna lív og sína egnu mentan, við sínum hugn-a ljósar løtur og sínum óhugna bølamyrkar nætur, tá ið Gjáarmenn royndu at bjarga bátunum í høg-ætt-ar-upp-gangi. Rópini frá monn-u-num niðri í myrkrinum í Gjónni og tignin yvir teim gomlu monnunum uppi á Gjónni, sum tigandi, í ó-tøvdum vøttum, mólu við spakunum rundan um spæl-ið, og tað ófrættakenda dun-ið av brimi og vindi uttan av Djúpunum, alt hetta fest-ir seg djúpt í sinnið og fer ikki seint úr minni. Heimið Bókin hjá Petur Jacob má vera kultursøga, tá ið hon er best. Stutt sagt allir tættir í bygdarlívinum er tiknir fram: Fólksins lív árið í kring - ein ringrás við var-i-a-tiónum. Um barnaheimið yviri á Bø hjá Elisabeth og Karl Jacob og tað, sum kann kallast uppalingarmynstrið. Teimum hevur hann í takk-læti ognað bókina. Hjá teim-um búði eisini omman Anna Sofía og maður henn-ara, og týðiliga skilst, hvussu stóra ávirkan abbin, hin kendi skiparin og skil-a-maðurin Poul Johannes Jo-ensen, millum tey yngru nevnd-ur Gamli Skipari, hevði á Petur Jacob. Og, sum hann skrivar: >>Páparnir vóru so nógv burturstaddir tá á døgum, og tí vóru tað mest mammurnar, ið tóku sær av børnunum og upp-al-ing teirra.<< Gamalt og ungt Aftanfyri tað friðarliga bygd-ar-lívið lá tó mangan ein hørð verð, sum fólk noydd-ust at venja seg til at liva við. Hin abbin, Petur Jacob a Fløtti, sum eisini var skipari, gekk í 1920 burt-ur við >>Kristinu<< saman við tveimum synum. Fólksins lív verður í bók-i-ni lýst so ítøkiliga, sum tað kann: Kostur og máltíðir og virðingin fyri Guðsgávuni. Einki kom av sær sjálvum. Kirkjulívið og alt, sum hevði samband við tað, hev-ur týðuliga ein serligan tokk-a, bæði tað ljósa og tað dapra - og tað kemur ikki ó-væntað. Høgtíðir og høg-tí-ð-arhald mest sum hoyra upp í her. Tað undrar ikki, at Gjáar skúli fær eitt kapittul fyri seg, laðaður upp av høgdum gróti, sum landnyrðingurin hevur tært eystanfyri og norð-anfyri í hundrað ár, og við einari skúlastovu. Teir tríggir klassarnir gingu í skúla annan hvønn dag, og tað bar væl til. Virðing stóð um lærara og skúla. Lær-u-greinirnar vóru ikki so nógv-ar, men tað, sum varð lært, var væl lært. Stuttligt er at síggja dømi um rokn-i-stykki í 3. parti av N. And-er-sen, sum so nógvir før-oy-ingar hava stríðst við. Tey eru ikki hvørs mans føri at rokna í dag. Eftir frásøgnina um skúl-an kemur eitt kapittul um ungdóm og ungdómslív, og haðan ber leiðin natúrliga yvir í tað livandi og menn-andi Ungmannafelagið Norð-stjørn-una, stovnað í 1941. Endamálið var greitt og soljóðandi: >>Felagið vil arbeiða fyri frælsi og framburði á før-oyskum grundarlagi. Felagið vil syrgja fyri, at føroyskt mál verður nýtt og hevur fyrsta rætt í fel-ag-num.<< Háborin endamál hava ikki trotið millum tann norð-asta ungdómin í Før-oyum. Felagið hevði eisini dirvi til at mæla Føroya Løg-tingi til, at Føroya søga 1, ið Jóannes Patursson hevði skrivað, skuldi vera lærugrein í fólkaskúlanum. Um tað mundið búðu næst-an 300 fólk við Gjógv. Tað stóð ikki á at fáa skrivað út 325 partabrøv og at fáa 8.000 kr. til dansistovu ella sam-komuhús. Í hesum stóra hugsjónarliga samanhangi sleppur rithøvundurin ikki undan at lata væl kenda alsk sín til móðurmálið koma til sjóndar. Og tað móðurmálið dugir hann væl. Tað ber næst-an ikki at sleppa undan hesum reglum: >>Fyri mær er tað so sjálv-sagt, at móðurmálið er dýr-mæta ogn okkara, sum vit eiga at virða, varðveita og menna til komandi ættir, með-an vit eru uppi á døg-um, tí tann dag, móð-ur-mál-ið verður kvalt á manna-munni, doyr Føroyingurin í Føroyum. Tað er heldur einki at taka seg aftur í, at føroyskt mál hevur havt góð kor í heimbygdini, longu meðan eg var smádrongur og fyri ta tíð, og sjálvur havi eg mínar hugsanir um, hví so man hava verið. Eg veit væl, at hetta er eitt viðkvæmt sam-røðu-evni...<< Jú, rætt hevur Petur Jac-ob. Í Føroyum fór so nógv av lagi av ólíkindum - so nógv, at sjálvt móðurmálið gjørdist >>eitt viðkvæmt sam-røðuevni<<. Lív og stríð Lívið skuldi livast hvønn dag, og bara við strævnum arbeiði fekst hitt dagliga breyð-ið. Natúrligt er, at nógv verður gjørt burtur úr seyðinum og øllum, sum hevð-i við hann at gera: um kenning, røktingarmenn og tað næstan rituella >>at hyggja eftir seyði<<. Upp í tað hoyrir sjálvsagt alt um fjallgongu (várgongu og heyst-fjøll), seyðabýti og flett-ing. Sum øll minnast, var altíð ein serligur dámur yvir seyðabýtinum tey myrku og ikki altíð líka góðs-ligu heystkvøldini, tá ið menn gingu í myrkrinum við >>flagermús<< og lumm-a-lykt og lyftu, handlaðu og syftu og bóru til hús. Tað bar næstan til í myrkrinum at fylgja monnunum eftir glóðunum frá sigarettunum, so sum Petur Jacob minnist. Summir flettu í kjall-ara-num, men helst líka nógvir á køksgólvinum. Ein partur av heyst-mynd-ini var haruskjótingin, tá ið menn væl fyri dag hulisliga lúrdu seg niðan um garð-ar-nar; allir vildu vera fyrstir. Dagarnar fyri og kvøldið fyri hevði Sivar jarn-smiður-in hugt eftir byrsunum. Tá kundu stórir dreingir vera við til at bera. Um eina slíka haruferð, tá ið Petur Jacob gekk seg í óføri oman fyri Miðbotn á Ambadali, hevur hann eina ógvuliga dramat-iska og sera persónliga for-talda frásøgn. Og hann er ikki í iva um, hvaðan hjálp-in kom. Tey seinastu kapitlini eru um Neytini, sum í hvørjari bygd í Føroyum mundu ver-a eitt álit hjá teimum flestu. Alt, sum hevði við neyt at gera, var ein mentan fyri seg - og av hesari mentan vóru kanska neytakonurnar og næst-an ótrúliga knoss teirra sjálv ímyndin. Tær høvdu eisini annað at gera enn at ganga til neyta. Menninir vóru burtur, og í flestum húsum vóru fleiri børn, í summum nógv. Alt arbeiðslív hekk nat-úr-liga saman. Útróður og fiskiskapur mundu tó fram um alt annað vera lívs-vinn-u-vegur Gjáarmanna. Langt er ikki út á Norðhavsins vídd-ir. Útróðurin verður lýst-ur í næsta bindi, so um-røðan av tí mentunar-formi-num verður at bíða. Fuglurin var ein týðandi part-ur av lívs-grundar-la-g-num hjá Gjáarfólki. Funn-ings-menn eiga tey flestu bjørg-ini vestanfyri; Gjáar-menn eiga Búgvan. Vit fáa at vita, at teir kundu fáa ein-ar 4000-5000 fuglar um ár-ið, tá ið roynt varð í Búgv-a-num og í Funnings-bjørgu-num. Saltaður fuglur var drúgvur døgverðamatur at eiga niðurfyri. Eg haldi meg tó vita, at søgan um >>stat-us-symbol<< Gjáarmanna verð-ur søgd í einum øðrum bindi. Og Petur Jacob skuldi ikki verið langt frá monnum at sagt ta søguna. Tað, ið eftir kemur Nevnast skal her, at aðrir partur um arbeiðslív vera í næsta bindi. Í hesum um-mæli er, sum nevnt í fyrst-ani, verri enn so alt tikið við - tó høvuðsinnihaldið og ein lýsing av tí. Tann, ið saknar summar partar av bygdarlívinum, kann gleða seg til bind 2. Tað byrjar við einum long-um kapitli um Torvið og torv-arbeiðið - í øllum sínum fjøllbroytta samanhangi. Um tað hevur Petur Jacob skrivað langa ritgerð fyrr. Har eru hini høvuðskapitlini Hoyggingin, Grind, Dyrg-ing, Á seiðabergi, Postur, farma- og fólkaflutningur, Handlarnir, Undir seinna heims-bardaga, At leita eftir reka, Mylnan, Bátaspæl, Brim og bátadráttur, Útróð-ur, Útróðrarprát, Við fersk-fiski til Bretlands, Pol-i-tikk-ur, Barnsins gaman, Barna-spæl, á Sandinum, Á Mal-ini-kletti, Í kavanum, Onnur útispøl, Byrsur og bogar, Innispøl. Ein niðurstøða Tá ið øll tey evni, sum við-gjørd eru í báðum bindum, eru lýst, kann ein sjálv-upp-liv-að bygdar- og tíðarmynd ikki gerast meira full-fíggj-að. Í øllum hesum stóra verki hongur ein heil bygd-ar-ment-an saman - lýst á ein vakran, lesiligan, samvits-k-u-fullan og estetiskan hátt. Eitt tað fyrsta, tú leggur til merkis, tá ið tú setur teg at lesa hesa Gjáar søgu sum endurminning frá barna- og dreingjaárum, er hin stranga, væl skipaða og log-iskt samanhangandi upp-bygg-ing-in. Her kemur einki dettandi í tilvildarligari rað-fylgju. Tað er týðuligt, at rit-høv-und-urin avmarkar seg til tað, hann í innganginum sig-ur seg ætla at skriva um. Hann fer ongantíð útum, og tað dugir bara maður, sum dugir at skriva. Stílurin er eisini tamdur, so at hann ongantíð verður senti-men-tal-ur ella vulgerur. Kortini er rúmd bæði fyri speisemi og stillførari ironi. Og tað skal nógv til hjá honum, sum skrivar endurminn-ing-ar. Tí tað man fáur gera uttan kenslur. Men her fella eingi tár. Uttan menniskju, sum liva ella hava livað, fær eing-in bygdarsøga lív. Ri-t-høvundurin ger lítið burtur úr einstøkum persónum; teir eru sjáldan nevndir við navni. Men nógvir teirra eru at síggja í tí myndatilfari, sum rithøvundurin hevur savn-að. Har eru eisini nógv-ar myndir av bygd og ar-beiðs-lívi, sum í nógvum før-um ikki er til longur. Henda bók er ikki bara fyri Gjáarfólk. Hon er eisini ein almenn søga um før-oyska bygdamentan í 1940-áru-num og nakað fram í 1950-árini. Tí hóast natúran og menniskjuni ikki eru tey somu, so er hin føroyski fel-ags-nevnarin eyðkendur og greiður. Tað má viðgangast, at tað er eitt sindur snópið hjá ein-um, sum gevur seg til at ummæla eina bók, einki hev-ur at finnast at. Tað kann tykjast eitt sindur karak-te-r-leyst. Men tað er bara at viðganga, at einki hevur ver-ið at finna, sum setast kann niður á. Úr enda í ann-an er bókin hjá Petur Jacob Sigvardsen: >>Úr Gjáar søg-u. Barnaminni 1<< eitt vala-verk og ein virðuligur minn-is-varði um heimbygdina. Og eg veit, at næsta bind verður ikki verri. Bókin er umbrotin, prent-að og innbundin hjá Einars Prent, og sigast má, at hon er einki minni enn eitt prentlistarverk og eitt prýði fyri føroyskt prenthandverk. Helena Dam á Neystabø edvard@sosialurin.fo Koyring eftir bók og fløgu Hósdagin var samkoma á Bileftirlitinum í samband við, at Skúlabókagrunnurin gav út Koyribókina, og Ráði Fyri Ferðslutrygd gav fløguna Síðsta Skríggj út Á samkomu, sum hildin varð á Bileftirlitinum í samband við útgávuna av Koyribókini og fløguni Síðsta Skríggj, helt Helena Dam á Neystabø, leiðari á Skúlabókagrunninum, hesa røðu: Ferðsluvanlukkur ráma mest ungdómin Av øllum fólkatali landsins er ein sjeyndingur millum 15 og 24 ár. Hesin sjeyndingur eigur meira enn ein triðing av øllum teimum, sum deyð eru í ferðsluni. Tað eru serstakliga teir ungu menninir, ið vera so meint raktir. Teir umboða meir enn tveir triðingar av teimum, sum deyð eru í ferðsluni í hesum aldursbólki. Soleiðis kundu vit hildið fram at reksa upp úr hagtølum, eygleiðingum og frágreiðingum um hetta stóra vandamálið í ferðsluni. Men vit mega, ið hvussu so er, staðfesta, at her á landi - eins og í øðrum londum - eru tað lutfalsliga mest ungfólk, ið vera rámað av ferðsluvanlukkum - og serliga álvarsomum ferðsluvanlukkum. Hví man tað vera so vorðið? Man atvoldin vera ungdómsins lættsinni og ovfarakæti? Man tað vera vantandi ábyrgdarkensla og virðing fyri lógum og skyldum? Er atvoldin kanska ein ótamd tráan eftir spenningi og uppliving? Ella er tað ástarlangtan og tískil kanska trongdin at vísa seg hjá ungum monnum? Og ikki at gloyma: Er atvoldin rúsdrekka og/ella rúseitur? Vit vita, at tað er als ikki so einfalt at svara tílíkum spurningum, tí atvoldirnar munnu vera so mangar. Og í mongum føri man samruni vera teirra millum. Ferðsluhagtøl Seinnapartin í 80-árunum vóru, sum vit minnast, nógvar ferðsluvanlukkur, ið serliga rámaðu ungdómin. Tey árini fórust í miðal eini 10 fólk um árið í ferðsluni, og vóru Føroyar tá í hagtølunum javnmett við lond, sum vit annars ikki plaga at sammeta okkum við heilsuliga. Um tað mundið skipaði Ráðið fyri Ferðslutrygd fyri átakinum Stýr tær, har mestur dentur varð lagdur á tónleikin. Í 90-árunum batnaði støðan tíbetur so mikið, at sammett við 80-árini lækkaði talið á teimum, sum doyðu í ferðsluni, við eini helvt. Atvoldirnar til henda bata hava óivað verið fleiri. Hóast ferðsluhagtølini tykjast at benda á, at vit nú í so máta kunnu javnmeta okkum við tey lond, vit so fegin vilja sammeta okkum við, t.d. Norðurlond, so kunnu hvørki vit ella tey vera nøgd við støðuna, sum hon nú er. - Tí kunnu vit góðtaka, at 5 fólk skulu láta lív árliga á vegunum, og at nógv fleiri fáa mein fyri lívið? Sjálvandi ikki! Arbeiðssetningur hjá RFF Við tí í huga, at tað er okkara unga fólk, ið lutfalsliga verður mest rámað av ferðsluvanlukkum, gjørdi starvsnevndin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd tí av fyri 1 1/2 ári síðan at nýta meginpartin av orku síni til henda aldursbólkin. Fløgan Síðsta skríggj, sum verður givin út í dag, er - saman við øðrum tiltøkum - partur av hesum miðvísa arbeiðssetningi. Eg skal vegna Føroya Skúlabókagrunn bjóða tykkum at vera vælkomin til hesa lítlu samkomu, har ið >>Koyribókin<< og fløgan >>Síðsta skríggj<< verða lagdar fram fyri almenningin. Ikki tykkum at siga, so vindur ferðsla og serstakliga koyring í egnum bili alt meira upp á seg. Nú er so at siga bilur í hvørjum húsi. Og hvørt ár fer ein hópur av føroyingum uttanlands við bili. Sum ferðslan økist, økjast eisini teir vandar og tað árin, sum stendst av nógvari koyring. Hvørt ár henda - tíverri - alt ov nógvar vanlukkur á teimum føroysku vegunum. Nøkur lata lív, onnur fáa varandi mein. Meginparturin av teimum, sum á hvørjum ári taka koyrikort, eru unglingar um 18 ára aldur, ja, úti við 600 unglingar taka á hvørjum ári koyrikort. Hagtølini siga okkum, at tað eru tey ungu, sum í flestu førum eru offur fyri og atvoldin til ferðsluvanlukkurnar. Skúlaverkið og aðrir almennir myndugleikar bera saman við foreldrunum eina stóra ábyrgd fyri, at tað unga ættarliðið verður sent út á farbreytina við nóg góðum førningi og við røttum hugburði. Koyriundirvísingin er sjálvsagt í einari lyklastøðu í hesum sambandi. Koyrilærarafelag Føroya og Bileftirlit hava leingi havt ynski um, at tilfarið til koyriskúlan verður á føroyskum og lagað til føroysk viðurskifti. Og nú hevur tað eydnast. Koyribókin, sum í dag verður givin út, er ætlað at vera tað ástøðiliga grundarlagið í koyrifrálæruni í føroysku koyriskúlunum. Tað eru teir báðir Jákup Jacobsen, koyrilærari sáli, og Theodor Hansen, sum hava staðið fyri týðingini og tillagingini til føroysk viðurskifti. Bileftirlitið og koyrilærarar hava havt ta fakligu viðgerðina um hendur. Fyrst í komandi ári kemur ein spurnabók út við fyrireikandi arbeiðsuppgávum til koyriroyndina. Koyribókin er eitt dømi um, at almennir stovnar samstarva, tá tað snýr seg um alment umvarandi mál. Landsskúlafyrisitingin, Bileftirlitið og Føroya Skúlabókagrunnur hava samstarvað um at fáa givið bókina út. Løgreglan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Landsverkfrøðingurin, Rúsdrekka- og Narkotikaráðið og Tryggingarsambandið hava verið holl í ráðum. Skúlabókagrunnurin vil nýta hetta høvi at takka stovnum og einstaklingum fyri gott samstarv. Tað skal vera okkara vón, at Koyribókin verður við til at bøta um trygdina í ferðsluni, og at hon mennir koyrivitið hjá øllum bilførarum í Føroyum, ungum sum eldri. Takk fyri. Hósdagin Andlát 4. desember Mads Ludvík Dahl, Klaksvík, 68 ára gamal. 6. desember Agnas Christiansen, fødd Jensen, úr Froðba, búsitandi í Esbjerg, 69 ára gomul. 7. desember Samulina Joensen, fødd Durhuus, 90 ára gomul. Føðingar 4. desember fingu Marion og Jens Pauli Marstein, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4100 gr. 5. desember fingu Vibeka og Asbjørn Knudsen, Leirvík, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3055 gr. 5. desember fingu Ólrun og Kristján Eiriksson, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4840 gr. 6. desember fingu Steinunn og Jóannis Dánial Sivertsen, Norðdepli, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4000 gr. 7. november fingu Anja Perdomo og Ingi Tórdarson, Århus, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 4000 gr. 9. desember fingu Ulla og Brynleif Askildsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 58 cm long og vigaði 4850 gr. 9. desember fingu Hansina M. og Sonni Johannessen, Saltangará, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3600 gr. 9. desember fingu Joan Poulsen og John Simonsen, Vestmanna, tvíburðar, dreingir. Annar var 48 cm langur og vigaði 2370 gr, hin 49 cm langur og vigaði 2730 gr. 11. desember fingu Birgit Jørgensen og Rúni Dal-Christiansen, Oyrareingir, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3250 gr. Tórsvøllur á fløgu Fótbóltur: Heri Nolsøe hevur gjørt nýggjan ítróttarsang, sum skal stuðla udnir Tórsvølli Heðin Mortensen, sum ein av stigtakarunum til Tórsvøll, hevur givið út ein nýggjan ítróttarsang, sum skal føra nýggja landsvøllin í Havn fram á ein annan hátt. - Hesin sangurin er ein liður í einum størri samanhangi, og hann skal promovera landsliðið og Tórsvøll, sigur Heðin Mortensen. Heri Nolsøe fekk uppgávuna at gera sangin til Tórsvøll, og tað hevur hann gjørt í sínum oyrafallandi stíli. - Eg fakk uppgávuna í november, og sjálvt um hetta er ein umbiðin sangur, so havi eg hjartað við, tí eg haldi tað er rætt, at høvuðsstaðurin hevur eitt landsstadion, soleiðis er tað alla aðrastaðni, sigur hann. - Eftir at sangurin var gjørdur fekk eg Finnur Hansen at leggja tónleikin til rættis, og tá vit skuldu taka sangin upp, fingu vit fyri fyrstu ferð Karl Martin Samuelsen og Ronnie Nielsen at syngja saman. - Eg veit væl, at Tórsvøllur er eitt eymt evni, men at ein nýggjur grasvøllur kemur í Havn, hevði komið øllum føroyingum væl við.Og eg vóni at hesin sangurin kann stuðla undir ætlaninini, sigur Heri Nolsøe. Sangurin er upp tikin Jak Zac Studio í Havn, og fæst ikki til keyps enn. Bert fá eintøk eru gjørd av fløguni, sum ivaleyst verður at hoyra í Útvarpinum komandi tíðina. Danskur spælari royndarvenur í NSÍ Fótbóltur: Kasper Lykkegaard Jacobsen hevur spælt á donskum U-landsliði FÓTBÓLTUR: Fyrrverandi danski U15 landsliðsspælarin Kasper Lykkegaard Jacobsen kom mikudagin til Føroya fyri at royndarvenja í NSÍ. Tann nú 22-ára gamli miðvallarin er komin til Føroya fyri at finna út av, um samstarv kann koma í lag millum hann og NSÍ. Danin hevur spælt í Viborg seinastu tíðina, og hevur nakrar ferðir verið á 1. liði har. Annars hevur hann spælt á Danmarksseriuliðnum hjá felagnum. Hann hevur eisini spælt í Ålborg Freja og í Lemvig, og fyri sjey árum síðani var hann á danska U15 landsliðnum. NSÍ hevur leitað eftir spælara í Danmark, og teir vórðu vístir til Kasper, og eftir at hava tosað við hann, er royndarvenjingin komin í lag. Hóskvøldið vóru NSÍ'arnir á vøllinum í Runavík og vandu, men líkindini vóru ring, og í gjárkvøldið skuldu teir venja í høllini. Venjingarnar eru fyriskipaðar fyri at staðfesta um danski spælarin kann styrkja um NSÍ-liðið. Verður niðurstøðan tann, at Kasper Lykkegaard Jacobsen kann styrkja um NSÍ-liðið, verður avtala væntandi gjørd millum partarnar. KÍ styrkir seg við útlendskum spælarum Fótbóltur: Zoran Mancic og Marek Vierzbicki skulu næsta kappingarár spæla við KÍ KÍ hevur gjørt avtalu við tveir útlendskar spælarar, sum skulu spæla við teimum næsta kappingarár. Annar er póllendingurin Marek Vierzbicki, sum hevur roynt seg í bæði B71 og FS Vágum. Fleiri feløg hava verið úti eftir framúr góða miðvallaranum, men nú sigur KÍ í tíðindaskrivi, at teir hava tryggjað sær spælaran. Hin spælarin er jugoslavin Zoran Mancic, sum seinasta kappingarár spældi í VB. Rættiliga tíðliga gjørdist tað greitt, at hann skuldi ikki halda fram í VB, og síðani tá hava fleiri feløg spurt seg fyri hjá honum. Í løtuni venur ein annar póllendingur í KÍ. Tað er Krysztof Krawczyk, sum vitjar skyldfólk í Klaksvík, og hann verður at síggja millum KÍ-spælararnar næsta ár. Komandi kappingarár verður eisini Fríðin Ziskason viðaftur hjá KÍ. Hann hevur verið í lestrarørindum í Danmark, men kemur heim á jólum. KÍ fer eins og nógv av hinum liðunum undir venjingina síðst í januar, men síðani kappingarlok og fram til januar mánaði, venja KÍ-spælararnir innandura tvær ferðir um vikuna. Jóannes Jakobsen er triðja árið á rað venjari hjá KÍ, og hann hevur millum annað fyrireikað seg til næsta kappinagrár við eini vitjan í FCK. Søgan hjá B36 út í bók Fótbóltur: Týsdagin kunnu allir dreingir renna í sølubúðirnar at keypa sær søguna um B36 Í sama ári, sum B36 umsíðir endurvann FM-heitið, gevur felagið út søgu felagsins í bók. Rennið dreingir, sum bókin kallast, snýr seg um Bóltfelagið B36, frá tí at tað varð stovnað og fram til 1997, tá felagið eftir stóra framgongd í fleiri ár, endiliga kom aftur á trúnuna í føroyskum fótbólti. - Tá vit í 1991 fyltu 55 ár og samstundis fluttu inn í nýggju húsini, settu vit okkum fyri at savna alt hugsandi tilfar um B36 frá byrjan og fram til dagin í dag. Hetta vildu vit gera fyri, at skriva søguna hjá felagnum, greiður Kristian á Neystabø frá. Hann hevur verið formaður í B36 seinastu 10 árini, og hevur samskipað arbeiðið við bókini. - Upprunaliga løgdu vit dent á at savna tilfarið fyri at verða førir fyri at skriva søguna, men tað var eisini uppá tal at geva hana út, og nú er hon so klár, og fæst til keyps týsdagin. Nógvir hava hjálpt til Tað liggur eitt megnar arbeiðið aftanfyri bókina, og nógvir pesónar hava hjálpt til. - Hans Jacob Egholm var tann fyrsti, sum eg setti meg í samband við fyri at fáa savna tilfar, men síðani eru fleiri aðrir persónar komnir uppí. Sonurin Hannis og blaðmaðurin Emil L. Jacobsen hava saman við Hans Jacob skrivað frásagnirnar um allar tær hendingar, spælarar og stuðlar, sum hvør á sín hátt hava verið við til at mynda felagið, og Álvur Haraldsen og Carl Mortensen hava leitað fram hópin av myndum. Pól á Kletti hevur havt nógvar samrøður við eldru limirnar í felagnum, sum tað var farið at minkað burturav, tá arbeiðið við at skriva søguna byrjaði fyri seks árum síðani, og Vagnur Dahl Michelsen hevur fest samrøður á band við Sverra Trónd Hansen um søgu felagsins, stovnan, og stríðið um viðurkenning og vøllin. - At hava tílíkt tilfar til skjals er besta trygd fyri, at felagið varðveitir sínar røtur og sína kjølfestu, heldur fráfarni formaðurin í B36. Bókin, sum fæst í sølubúðunum týsdagin er um hálvttriðjahundrað síður og ger nógv burtur úr søguni hjá B36, bæði í orðum og myndum. Og pláss verður eisini gjørt fyri tí allar feskasta í søguni, meistaraheitið, sum B36 vann í ár. Enn ein GÍ'ari ynsktur í Íslandi Fótbóltur: Fylkir hevur boðið Henningi Jarnskor at spæla teimum næsta kappingarár, men GÍ'arin kann ikki taka av Landsliðsspælarin Henning Jarnskor hevur fingið áheitan um at koma at spæla í Íslandi næsta kappingarár. Tað er 2. deildarfelagið Fylkir, sum liggur í Reykjavík, sum hevur vent sær til GÍ-spælaran, og hevur boðið honum at koma at spæla við teimum. Teir vilja hava Henning at koma yvir í januar at hyggja eftir umstøðunum og at venja, men sum landið liggur í løtuni, spyrst einki burtur úr hesum, tí gøtumaðurin er skaddur. - Eg fekk eitt stressbrot í beinið í summar, og eg eri framvegis ikki vorðin frískur, sigur Henning Jarnskor við Ítróttarsosialin. - Eg skal til kanningar týsdagin, og eftir tað svari eg íslendska liðnum, men sum støðan er í løtuni, rokni eg ikki við, at tað kann koma uppá tal, at eg fari yvir har longu í januar mánaði. Ljóðar spennandi Henning Jarnskor spældi við stressbrotinum í beininum í langa tíð, áðrenn tað heilt einfalt ikki bar til longur, og hann noyddist at geva avboð til seinasta landsdystin. - Eg havi verið til kanningar nakrar ferðir, men tað hevur ikki gingið væl. Skaðin varð vorðin betri seinast eg var til kanningar, men eg havi framvegis pínu í beininum. - Annars ljóðar tankin um at spæla í Íslandi spennandi, bæði at royna eitt nýtt felag og at spæla á grasi, men tað kemur ikki uppá tala t fara til Íslands fyrr enn eg eri frískur, sigur Henning Jarnskor FIFA lækkar bótina hjá Jan Dam Fótbóltur: Í gjár fekk FSF boð frá FIFA um, at bótin hjá Jan Dam verður lækkað FÓTBÓLTUR: Fríggjadagin fekk Fótbóltssamband Føroya skriv frá altjóða fótbóltssamgonguni FIFA, sum boðar frá, at bótin, sum Jan Dam fyrr í ár fekk fyri tey mongu kortini í farnu undankapping, verður lækkað frá 40.000 kr. og niður í 10.000 krónur. Hetta ger FIFA hóast bøtur við slíkum tølum vanliga ikki kunnu kærast. Men eftir at FSF hevur sent skriv til FIFA og greitt frá umstøðnum hjá føroyskum fótbóltsspælarum, hevur FIFA valt at bakka. FSF hevur greitt frá, at føroyskir fótbóltsspælarar eru amatørar, og at tað, sum teir fáa fyri at spæla á landsliðnum, als ikki kann metast saman við tær upphæddir, sum spælarar aðrastaðni í Europa fáa. Og skrivið hevur givið úrslit. Nevnin hjá FIFA, sum tekur sær av kærum og bótum, hevur tosað saman, eftir at hava fingið skrivið frá FSF, og teir hava avgjøt, at bótin, sum upprunaliga ljóðaði uppá 8.000 sveisarfrankar verður minkað niður í ein fjórðing, tað vil siga 2.000 sveisarfrankar. Í føroyskum pengum vil tað siga, at ístaðin fyri tær 40.000 krónurnar sleppur FSF við umleið 10.00 krónur, og tað er eisini FSF, sum sleppir bíligari, tí teir fara nú at gjalda bótina fyri Jan Dam. Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Grikkar vilja keypa Jan Allan Müller Fótbóltur: Síðani týsdagin hevur Jan Allan Müller vant í grikska felagnum Volosniki, sum vil keypa hann frá Esbjerg Mánadagin vóru alt í einum boð eftir føroyska álopsspælaranum hjá Esbjerg, Jan Allan Müller. Grikska 2. deildarfelagið Volosniki setti seg gjøgnum fyrrverandi danska landsliðsspælaran John Sivebæk í samband við Jan Allan Müller, og boðaðu frá, at teir vóru sinnaðir at keypa hann frá Esbjerg. Fyrispurningurin kom heilt óvart á Jan Allan, sum tó ikki vildi leypa fram av, og áðrenn hann svaraði grikkum, vildi hann síggja umstøðurnar hjá felagnum. Týsdagin setti hann seg í flogfar við nøsini móti Athen, og hóskvøldið høvdu vit hann í telefonini úr Volosniki, sum liggur 400 km. norðanfyri Athen. - Umstøðurnar er alt annað enn góðar her, og eg rokni ikki við tað kemur uppá tal, at eg skifti til felagið, segði hann. - Eg varð ávaraður áðrenn eg fór, at eg kundi rokna við at umstøðurnar vóru primitivar, og tað eru tær eisini við lít. Felagið hevur ein betongklossa sum felagshøli, venjingarvøllurin er vánaligur, stadionið er gamalt og slitið, og klæðini eru illa farin. Fer at siga nei Jan Allan Müller hevur vant nakrar ferðir saman við spælarunum hjá Volosniki, sum eru yrkisspælarar, men støðið er ikki høgt. - Teir eru ikki serliga sterkir tekniskt ella taktiskt klókir, og teir spæla sera nógv sjálvir. Heilt erligt, so kom tað eitt sindur óvart á meg, at umstøðurnar her skuldu vera so vánaligar, sigur Jan Allan Müller av hotellkamarinum hjá sær í Volosniki. Í býnum búgva okkurt um 200.000 fólk. - Eg verði her til leygardagin ella sunnudagin, tá eg so farið heimaftur, og sum støðan er í løtuni, kann tað ikki koma uppá tal, at eg geri sáttmála við felagið. Volosniki og Esbjerg eru vorðin samd um ein prís fyri Jan Allan Müller, og sjálvur kann Jan Allan vænta sær góða løn, men vágbingur hevur ongan hug at taka nakran kjans í felagnum, sum er primitivt og ótrygt. - Nú havi eg so sæð umstøðurnar, og havi fingið staðfest hvussu gott vit hava tað í norðureuropa. Í so máta var ferðin ikki til einkis, men við sáttmálanum spyrst einki burtur úr sum er, sigur hann. Eina slíka lortaspann havi eg aldrin fingið omanyvir meg fyrr ­ Eg havi verið fiskari í yvir 50 ár. Men hetta er tað ljótasta, eg havi upplivað ­ Hetta er heilt fantastiskt. ­Hetta er ringasta lortaspann, eg havi fingið omanyvir meg øll tey 50 árini, eg havi verið fiskimaður og útróðrarmaður. Útróðrarmenn um alt landið eru fúkandi óðir, og harmir um niðrandi skoðsmálið, Bjørn á Heygum, sambandsmaður á Løgtingi, og formaður í rættarnevndini, gav teimum í Sosialinum týsdagin. Bjarni Vestergaard, fyrrverandi nevndarlimur og formaður í Meginfelag Útróðrarmanna eitt hálvt mannaminni, er ein teirra, sum rættiliga hevur tikið sær tykni av útspillingini hjá Birni á Heygum. ­ Eg havi nú verið á sjónum í yvir 50 ár. Og tað hevur mangan leikað hart á. ­ Men eina slíka lortaspann, havi eg aldrin fingið omanyvir mín kropp. Hetta hava útróðrarmenn ikki uppiborið. ­ Hetta er tað fúlasta, og tað ljótasta, eg havi sæð á prenti um føroyska útróðrarmannin. ­ Og hetta kom frá sambandsflokkinum, sum hevur høgtr niður á alt og øll, og sum skuldi loysa allar trupulleikar uppá onga tíð, bara teir sluppu framat. ­Nú hava teir hava teir veirð frammi at troginum í næstan fýra ár, og hetta var so skoðsmáli vit fingu. ­ Og Hetta var uppskriftin uppá hvussu teir loysa trupulleikarnar: Sendið tey óproduktivu, tey, sum ikki klára seg sjálvi, av landinum... Í Sosialinum sigur Bjørn á Heygum, at heldur enn at fólk ganga heima og arbeiða fyri studning, er tað betri, at tey fara uttanlands at arbeiða eina tíð. Og fyri at taka nakrar perlur afturat hjá Birni á Heygum, sigur hann um útróðrarmenn: ­ At tað er ongin vinningur at hava útróðrmenn í landinum, sum fáa meiri í studningi enn teir skapa av virðum í landinum... ­ At vit hava ikki brúk fyri fólki í Føroyum, sum bara eru útreiðsla, og negativ saldo á roknskapinum. So er nógv betri, at vit lata menninar fara aðrastaðni at vinna sær úrtøku... ­ At menn, sum ikki kunnu liva av útróðri, uttan studning, mugu finna sær annað arbeiði... ­ At skipanin við minstaforvinningi er báði óhaldbar og ómoralsk.... ­ At skipanin leggur upp til misbrúk... Hesi vórðu orðini frá einum av oddamonnum sambandsins um føroyska útróðrarmannin. Og tað hava útróðrarmenn tikið sær nær. ­ Eg veit ikki, hvat maðurin hugsar fyri sær, ella hvussu djúpt hann hugsar. Bjarni Vestergaard spyr, um Bjørn á Heygum sostatt eisini meinar, at vit skulu senda øll, sum ikki klára seg sjálvi, men sum eru ein "byrða^3 fyri samfelagið - tey gomlu, tey sjúku og veiku, av landinum. ­ Hvat er hatta fyri hugburður, ein av høvdingum sambandsfloksins avdúkar, spyr Bjarni Vestergaard. ­ Hvat billar hann sær inn. Er hetta hugburður sambandsfloksins, mugu vit sum skjótast sleppa okkum av við báði Bjørn á Heygum, og allan sambandsflokkin. Onki afturímóti teimum miljónum Bjarni Vestergaard ásannar, at útróðrarflotin er í trupulleikum í løtuni. ­ Men soleiðis hevur ikki altíð verið. ­ Tær neyðars miljónirnar, útróðrarflotin nú fær, eru sum ein dropi í havinum afturímóti øllum teimum miljónum, útróðrarflotin í síni tíð, upp ígjøgnum sjeyti- og áttatiárini, betalti í Ráfiskagrunnin, fyri at halda lív í einum skipafiskiflota, sum ikki bar seg. ­ Tá var veruliga brúk fyri sambandsflokkinum. ­ Hetta var so takkarlønin frá sambandsflokkinum ­ Og nú sær tað út til, at útróðrarflotin enn einaferð skal betala fyri at halda lív í skipasflotanum. ­ Tí samstundis, sum ætlanin er at geva fiskimonnum skattalætta, er ætlanin at skerja inntøkutrygdina hjá útróðrarmnonnum 32 miljónir. Teir skaptu trupulleikan Bjarni Vestergard minnir á, at trupulleikin hjá útróðrarflotanum er ikki vinnuligur. ­ Tað eru Bjørn á Heygum og hansara, politisku líkar, sum hava skapt trupulleikarnar. ­ Tí tað eru politikarar, sum hava gjørt umstøðurnar hjá útróðrinum so ómøguligar, at tað ber ikki til at rógva út longri. ­ Tað er ikki nokk, at vit hava náttúruna at berjast ímóti. Vit hava eisini Bjørn á Heygum og hansara líkar at stríðast ímóti. ­ T.d. vóru tað ikki vit, men politikarar, sum góvu útlendskum oljufeløgum loyvi at skjóta seismikk vestan fyri Suðuroynna tað mesta av árinum í fjør, við teirri avleiðing, at fiskurin varð stygdur burtur, so vit drupu ikki livandi. ­ So hóast várið royndist stak væl, vórðu vit so illa forfylgdir av seismikkskipunum heilt út í september, at alt summarið fór púrasta fyri skeytið. ­ Allir menn við skili vita, at summarið er álitið hjá okkum, tí um veturin er ikki óvanligt, at tað eru bara einstakir dagar, vit sleppa út. ­ Hyggja vit eftir útgjaldingum til inntøkutrygd til útróðrarmenn, er tað ikki av misbrúki, at nógv er útgoldið. ­ Tað er tí, at vit ikki eru slopnir at rógva út - fyri veðri og tí seismikkskip sprongdu okkum burtur av bestu fiskileið, og av øðrum, náttúrugivnum orsøkum, sigur Bjarni Vestergard. Ger lógina dýra Bjarni Vestergaard sigur, at tað hevði borið væl til at gjørt lógina so, at hon varð nógv effekttivari. ­ Bátarnir kunnu bara at rógva í mesta lagi 80 dagar. ­ Tí er tað ógvuliga avgerðandi, hvat teir fáa hesar dagarnar. ­ Sostatt nyttar tað ikki, at trýsta menn til eitt ørari fiskarí fyri fyri at koma uppá 10.000 í avreiðingum uppá mannin um mánaðan, sum er treytin fyri at koma undir skipanina. ­ Tað tvingar menn at taka hvønn dag, sum er, uttan at hugsa um, hvat teir fáa. ­ Viðrar tað hinvegin, kunnu teir brúka sínar 80 dagar uppá eitt hálvt ár. ­ Bjarni Vetergaard sigur, at heldur enn at hugt eftir krónutalinum, skuldi verðið hugt eftir fiskidøgunum. ­ Tvs, at treytin skuldi verið, at bátarnir brúktu ein ávísan part av fiskidøgunum fyri at koma undir inntøkutrygdina. Ger mun á prísinum Bjarni Vesttergaard sigur, at eitt annað, sum talar fyri at brúka brúktar fiskidagar sum grundarlag, heldur enn avreiðingarvirðið, er, at tað er rættiliga stórur munur á prísunum. ­ Tað er týðiligur munur á, at teir, sum avreiða tætt við uppboðssølu, fáa munandi hægri prís, enn teir sum búgva longri frá. Bjarni Vestergaard sigur t.d., at vágsbátarnir fáa munandi betri prís, enn bátar av Tvøroyri, í Sandoynni, í Vágoynni, og aðrastaðni. ­ Oftani eru fleiri krónur á muni, onkuntíð heilt upp í helvtarm, sigur fyrrverandi formaðurin í Meginfelag Útrórðarmanna. Sigurd Poulsen, Landsbankastjóri: Óklókt at geva skattalætta nú ­ Uttan at taka lættan, sum fiskimenn fáa, innaftur frá øðrum samfelagsbólkum ­ Tað er ikki klókt at geva skattalætta nú, uttan at taka hann innaftur. ­ Heldur skuldu vit betalt uttanlandsskuldina niður, tí tað hevði givið skattalætta í longdini. Stjórin í Landsbankanum, Sigurd Poulsen, er ógvuliga ivingarsamur um ætlanirnar at geva fiskimonnum skattalætta. Hann sigur, at samfelagsbúskaparliga er tað ikki klókt at geva skattalætta nú, uttan at taka tað innaftur onkra aðrastaðni frá. Hann sigur, at hann veit ikki so nógv um uppskotið hjá landsstýrinum um at lata fiskimonnum skattalætta. Og táið hann ikki kennir uppskotið, kann hann ikki siga akkurát, hvussu tað fer at ávirka búskapin. ­ Men er ætlanin at geva ein skattalætta, uttan at taka hann innaftur frá øðrum samfelagsbólkum, er tað ikki búskaparliga skilagott fyri, sigur landsbankastjórin. Fíggjarmálaráðharrin hevur tvørturímóti ført fram, at hesin skattalættin fer at geva landi og kommunum fleiri skattainntøkur, tí sjómenn fara at flyta heimaftur, og tað fer at gera, at eisini aðrir samfelagsbólkar kunnu fáa skattalætta. ­ Nei, fleiri skattalættar er tað ikki pláss fyri. ­ Skattalættin fer óivað at virka tann vegin, at fiskimenn fara at flyta heim - og at summir av teimum, sum ætlaðu sær at flyta, verða verandi. Men í hvussu stóran mun er ilt at siga. ­ Men at veita fleiri skattalættar, er ikki pláss fyri í búskapinum, sigur Sigurd Poulsen. Skuldu hedur tátta í enn at slaka Sigurd Poulsen sigur, at sjálvur skattalættin er ein slaking í fíggjarpolitikkinum >Alt orðaskifti og kjak um málið er gott og óivað neyðugt, skal ikki stígur koma í menningina. Men tíverri er ofta líkt til, at órímiligt grenj og órættvísar skuldsetingar, stundum persónligar, gera tað, ið átti at verið sakligt og hugvekjandi orðaskifti, til ódámligt, óbæriligt brigsl og ógrundaðar skuldsetingar, sum bara tey allar fægstu duga - ella troysta sær - at vísa aftur ella svara uppá.<< So snøgt og beinrakið sigur Tórður Jóansson tað í einum Málhorni sínum í Viðskera Dimmalættingar (11.10.1997). >>Alt orðaskifti og kjak um málið er gott og óivað neyðugt, skal ikki stígur koma í menningina. Men tíverri er ofta líkt til, at órímiligt grenj og órættvísar skuldsetingar, stundum persónligar, gera tað, ið átti at verið sakligt og hugvekjandi orðaskifti, til ódámligt, óbæriligt brigsl og ógrundaðar skuldsetingar, sum bara tey allar fægstu duga - ella troysta sær - at vísa aftur ella svara uppá.<< So snøgt og beinrakið sigur Tórður Jóansson tað í einum Málhorni sínum í Viðskera Dimmalættingar (11.10.1997). Aftur ímóti tí, ið Tórður her lýsir, eigur Útvarp Føroya rós fyri sendingin Orð og mál, sum við bert hendinga undantøkum má sigast at hava hepnast væl - til nú manningin til sendirøðina er víðkað. Aftur undir eini og hvørji upplýsing liggur onkur áskoðan ella hugburður. Higartil hava tey, ið standa fyri sendingini um orð og mál, lagt mesta dentin á upplýsing, men hesa seinastu vikuna var hugburðurin frammarlaga, har ávísur undirtóni var flættaður upp í sendingina. Einki skeivt er í tí, at ymiskar uppfatanir verða umboðaðar; og vónandi hevur útvarpið sum tann almenni stovnurin, ið tað er, skipað fyri hóskandi javnvág, so at teir næstu, vit fáa at hoyra við Orðum og máli, verða málfrøðingar, ið hava annan málrøktarhugburð, at hann kann viga upp ímóti tí, ið sendingin um Orð og mál við Johnny Thomsen umboðaði seinastu viku. Tað undrar ikki sørt, at ein, ið sum málfrøðingur býður til at kunna útvarpslurtarar um móðurmálið, fær seg til at siga, at >>tað er ringt at finna argument fyri, hví tað skal vera verri føroyskt<< at nýta eitt orðsnið enn annað. Hetta >>argument<< setti V. U. Hammershaimb út í kortið á sinni við tí einfalda sjónarmiðinum, at har ið fleiri snið vóru av sama orði, var at velja tað fornasta føroyska sniðið, sum framvegis var livandi í málinum. Hetta hevur síðan verið høvuðssjónarmiðið í føroyskari málrøkt. Fyri tí er ikki sagt, at fólk >>ikki kunnu sleppa<< at nýta onnur orðsnið, tó at rímiligt er at vanda sær meir um mál og stíl í skrift enn í talu. Skoytt kann verða uppí, at eisini Hammershaimb bøtti um málið við at seta føroysk orð fyri donsk, t.d. í Ólavi Riddararós: 'álvarann' fyri 'elvarann' og 'snávaði' fyri 'snublaði'. Annars er at siga, at orðliðin 'ordans-', sum Johnny harmaðist um ikki skal sleppa upp í part, hevur Jóhan Hendrik W. Poulsen tikið við í Eykabindi sínum til føroysku-donsku orðabókina. Víst finnast gomul føroysk samansett sagnorð sum at avhøvda, avreiða, fyrigeva, umbera og nøkur onnur; tað vanliga var kortini leys samanseting sum t.d. at seta niður, í lýsingarhátti niðursettur ella settur niður, tó eftir hava, kunna o.s.fr. einans sett niður. Í Orðum og máli vórðu givin góð dømi um, hvat ið ber til og hvat ið ikki ber til við samansettum sagnorðum, men hví flætta tílíka orðing inní, sum >>at tey leyst samansettu líkasum skuldu verið meira føroysk, kanska tí at nokk so fitt av sovorðnum sagnorðum eru komin inn í føroyskt úr donskum<>udsejle<<, >>opstige<<, >>bortgive<<, >>nedfalde<< o.s.fr., og hesin mótin hevur hildið sær í vánaligum løgfrøðingamáli, minkaði annars munandi í seinna helmingi av 1800-talinum. Í donskum skriftmáli verður enn nýtt eitt nú >>neddysse<< og >>opsige<<; men danska talumálið er framvegis >>dysse ned<< og >>sige op<<. Og løgið er, at nú hálva aðru øld seinni eru føroyingar farnir at válka sær í samansettum sagnorðum sum at >>niðurseta<<, >>uppsiga<<, >>fyrikoma<<, >>uppbyggja<<, >>útbúgva<< o.t. fyri at 'seta niður', 'siga upp' o.s.fr. Enntá tað, sum á donskum framvegis bara eitur >>at tænke sig om<<, er nú á føroyskum bronglað til >>at umhugsa seg<<. Vilja vit halda okkum til áðurnevnda høvuðssjónarmið Hammershaimbs, hava vit alla orsøk til at halda eftir við tílíkum samansettum sagnorðum, ið hvussu er tá ið talan ikki er um nýggj hugtøk í málinum (flutta merking). Tá ið samanum kemur, kann eingin ivi vera um, at vit í øllum góðum hava tikið fleiri orð og máliskur úr donskum enn nakra aðrastaðni - og góðtikið tey, um bert tey samtykkja við føroyska málsliga bygnaðin og ikki troka verandi føroysk orð og máliskur burtur - sum tey alsamt gera. _ _ _ _ _ Støðan gerst eina mest eyðsædd, um spurt verður, hvussu tað eitur á donskum - og so aftur, hvussu hetta eitur á føroyskum: Hvussu eitur 'blíður' á donskum? - 'venlig'. - Hvussu eitur 'venlig' á føroyskum? - 'vinaligur'. - O.s.fr. Orð ella máliska á donskum? - á føroyskum? blíður venlig vinaligur blíða heilsan venlig hilsen vinalig heilsan barngóður børnevenlig barnavinaligur sópa feje feia fyri egnum durum for sin egen dør fyri egnar dyr onkur nogen nakar onkursvegna på en eller anden måde á ein ella annan hátt tað stendur til tín det er op til dig tað er upp til tín (it is up to you) eg kann ikki gera jeg kan ikke gøre eg kann ikki gera við tað for det fyri tað venda við vende om venda um fyrilagstur udkørt útkoyrdur sakna savne savna savna samle samla ein kjarni en kerne ein kerna góður hýrur godt humør gott humør ein liður et led eitt led O.s.fr. - M.a. ORÐAFAR hevur annað slíkt av dømum. 'Onkur' og 'blíður' eru dømi um orð, sum eru hvørvandi úr føroyskum, av tí at danskt ikki skilur millum merkingarnar í 'onkur' og 'nakar', blíður' og 'vinaligur'. Her veri ikki sagt, at 'vinaligur' ikki er gott føroyskt orð; hetta er kortini eitt dømi um, hvussu eitt danskt orð trokar fleiri føroysk burtur. 'Útkoyrdur', 'savna, og 'sakna' eru dømi um, hvussu orð skifta merking eftir donskum. Tílík dømi tróta heldur ikki; eitt hitt vanligasta, ið tikið verður til, man vera orðið 'avfall', sum nú ikki longur kemur niður av himni, men úr køkinum. Tað er kortini ikki bert einstøk orð, ið víkja fyri donskum tøkuorðum, men sjálvur tann málsligi bygnaðurin. Tá ið máliskur verða umsettar, er vanligt at gloyma at nýta rætt fall: >>at sópa fyri egnar dyr<< merkir ikki tað sama sum danska tiltakið, sum er >>fyri egnum durum<<. Sama er við teirri 'vinaligu heilsanini'. Sum heilsan eigur orðingin at standa í hvønnfalli, eins og tá ið vit biðja 'góðan dag' (ikki >>góður dagur!<<). Í trimum teimum seinastu orðunum omanfyri hava vit dømi um, hvussu orð skifta kyn, tá ið leitað verður aftur til upprunaorðið. 'Ein kjarni' er vorðin 'ein kjarna'; fyri 'góðan hýr' hoyrist nú sagt 'gott hýri'; og gevið gætur, hvussu harðliga ið stríðst hevur verið fyri, at hvørkikynssniðið 'eitt lið' skal vera tað einasta rætta, tó at 'ein liður' alsamt er livandi málnýtsla mangastaðni í Føroyum. Her kundu vit vent aftur til Orð og mál, >>hví vit ikki kunnu sleppa at brúka báðar formarnar<< - tó at annar er betri, sbr. Hammershaimb. Tað skuldi tí ikki verið at undrast á, hví tey, ið vilja varðveita føroyska málið, royna at vara seg fyri danska árininum, tó at vit gleiðbeint taka við tøkuorðum og tøkutýðingum eisini haðani - samtíðis sum vit skammast við tað øvuta: úr føroyskum í danskt, og kalla tað 'gøtudanskt'. (Kortini fírdi William Heinesen ikki fyri í skaldskapi sínum at geva føroyskum orðum danskan búna - og danir rósa honum fyri sítt óvanliga og góða danska!) Her eigur kortini at vera havt í huga, at danska málið og føroyskt eru ikki í somu støðu. - Sum Zakaris Svabo Hansen skrivar í seinasta Máltingi: >>Í nútíðar samskiftistíðum ... er eitt lítið málsamfelag fyri nógv størri áhaldandi ávirkan uttaneftir enn dømi eru um í størri samfelag, og tað hevur við sær, at orðatilfarið verður ávirkað av fremmandum orðum og orðafari í nógv størri mun enn orðatilfarið í einum størri málsamfelag. ... Henda sterka fremmanda ávirkan førir heilt greitt við sær, at nógv heimligt orðatilfar verður skúgvað til viks til frama fyri fremmand orð og fremmanda málnýtslu.<< Og í øllum floyminum av donskum orðum og orðafari er tað bert ein evarska lítlan part, ið sagt kann vera um, at hann ríkar føroyska málið við merkingarbrigdum. Heldur er tað øvugt, soleiðis at har ið føroyskt ger mun á, men danir nýta eittans orð, halda vit uppat at gera mun, og eitt ella fleiri føroysk orð hvørva úr nýtslu, burturtrokað av donskum tøkuorðum og máliskum. 'Onkur' og 'blíður /góður' eru longu nevnd sum dømi. Ella takið danska orðið 'flovvur', sum nú trokar burt ein hóp av føroyskum brigdum sum foyur, hámur, lotur, nipin, snópin. Suni á Dalbø & Ólavur W. Høgnesen >>Vágatunnilin<< - nakrar viðmerkingar Tá ið sagt verður, at vit heldur eiga at gjalda uttanlandsskuld enn at gera >>Vágatunnilin<<, tá er almenna orðaskiftið farið av sporinum og vorðið ábyrgdarleyst. Alternativið til tunnilsíløguna er ikki niðurgjalding av skuld, men ein íløga uppá 80-90 mill. krónur í ferjusamband Herfyri løgdu undirritaðu fram eina frágreiðing viðvíkjandi einum møguligum undirsjóvartunli undir Vestmannasundi. Eitt av høvuðsendamálunum við frágreiðingini var at fáa í lag eitt sakligt orðaskifti um málið, tí talan er um eitt stórt mál og stóra upphædd. Fyribils kunnu vit staðfesta, at tað tykist okkum, sum at millum manna verður nú skift sakliga orð um eina slíka verkætlan og grundgivið verður fyri og ímóti, meðan málið í fjølmiðlunum ógrundað verður sett upp sum eitt val millum undirsjóvartunnil og niðurgjalding av uttanlandsskuld. Nú nakað er fráliðið - og politisk naggatódn eisini er komin í málið - kenna vit tað sum eina skyldu at gera viðmerkingar til nøkur av teimum sjónarmiðum, sum hava verið frammi. Vónandi kemur almenna orðaskiftið aftur á beint. Hvat kostar ein tunnil? Landsverkfrøðingurin hevur mett, at tað fer at kosta 210 mió. kr. at gera ein tunnil undir Vestmannasundi; aftrat hesum koma 30 mill. kr. til veg v.m. Fyri tunnilspartin svarar hetta til knappar 45.000 kr. fyri meturin. Norska fyritøkan Selmer upplýsti fyri okkum, at teir kundu gera tunnilin fyri 25.000 kr. fyri meturin ella fyri knappar 120 mill. kr. Vit hava alla tíðina verið skeptiskir mótvegis hesum tali, og settu tí 150 mill. kr. sum lægsta prís í okkara frágreiðing. Selmer hevur síðani eftir áheitan frá okkum gjørt eina greiniligari útrokning, sum vísir, at teir kunnu gera tunnilin fyri uml. 170 mill. kr., - og so leggja teir aftrat, at óvissan er pluss/minus 25%, t.v.s. at eitt veruligt tilboð hevði verið onkunstaðni ímillum 130 og 210 mill. kr. Onkur hevur havt frammi, at rendi man seg í óvæntaðar trupulleikar undir sjálvum arbeiðnum, so fór prísurin at verða munandi hægri. Tað kann vera nakað um tað, men nýtist ikki at vera tað. Tá ið Bjarni Olsen og Kári Petersen gjørdu teirra frágreiðing í 1992 søgdu teir í varisligum vendingum, at tað var kanska ikki heppið at lata Landsverkfrøðingin gera arbeiðið; teir skrivaðu: >>Eitt annað, sum er tungtvigandi í valinum millum Landsverkfrøðingin og eitt privat byggifelag, er møguleikin fyri at fáa fastari bindani avtalur um kostnaðin<<. Ger landsverkfrøðingurin ein tunnil, sum verður dýrari enn roknað varð við frammanundan, so er ikki aðrastaðir at fara enn í landskassan eftir tí, sum í restar Tá ið eitt privat felag gevur eitt tilboð, t.d. Selmer uppá 170 mill. kr., so verður tað endaligi prísurin; hava teir forroknað seg, so mugu teir taka av egnum kassa til tess at fullføra tað, teir hava bundið seg til. Tað avgerandi er tí, at talan er um eina fyritøku, sum dugir síni ting og eisini er kapitalsterk Ein annar møguleiki er at útbyggja hesa loysnina við eini sokallaðari projekt-fígging (íslendska modellið). T.v.s., at eitt tryggingarfelag átekur sær at tryggja, at projektið verður liðugt, fer byggifyritøkan av knóranum; hetta ber so í sær, at projektið dýrkar við einum tryggingargjaldið, men afturfyri er prísurin fastur Hava vit ráð? Tey, sum mæla ímóti at fara undir at gera ein tunnil, grunda sítt sjónarmið á, at vit hava ikki ráð, tí uttanlandsskuldin er so stór. >>Vit skylda sjey milliardir, altso hava vit ikki ráð til undirsjóvartunnil<<, tykist sjónarmiðið vera. Tað, sum er mest forargiligt við hesum sjónarmiðnum, er, at eingin - heldur ikki búskaparfrøðingar - enn hevur grundgivið fyri, hví uttanlandsskuldin er ein góð grundgeving fyri ikki at fara undir at gera tunnil um Vestmannasund. Er >>Vágatunnilin<< veruliga eitt alternativ til afturgjalding av uttanlandsskuld? Í frágreiðing okkara hava vit grundgivið fyri, hví uttanlandsskuldin ikki er ein forðing. Teir pengarnir, sum verða brúktir til ein møguligan undirsjóvartunnil, høvdu kortini ikki verið brúktir til niðurgjalding av uttanlandsskuld. Ein partur av íløguni (80-90 mill. kr.) svarar til tað, sum undir øllum umstøðum skal brúkast uppá ferjusambandið, og ein partur verður fíggjaður av bummpengagjaldi (alt eftir hvørja loysn ein velur, so verður møguliga talan um eina meirútreiðslu fyri landskassan, sum liggur millum lítið og einki; vit hava ikki roknað við íslendsku loysnini í okkara frágreiðing) Ein tunnil í staðin fyri eitt ferjusamband fer at forloysa sparingar- og inntøkumøguleikar, sum í dag eru niðurbundnir ella óhugsandi Hvørki politkkarar ella búskaparfrøðingar hava alment tikið støðu til hesar grundgevingar. Búskaparfrøðingar, ið serliga hava skil fyri hesum øki, leggja dent á, at tað er ikki bert ein spurningur um, hvat er bíligari, tunnil ella ferjusamband; tað er avgerandi at kanna eftir, hvørji avleidd árin eitt betri samband fer at hava við sær. Fer ein tunnil at hava við sær samstarv millum føroyskar fyritøkur, sum annars ikki hevði komið í? Fer ein tunnil at hava við sær, at flogfeløgini fara at gera fleiri ferðir, sum tær annars ikki høvdu gjørt? Fer ein tunnil at hava við sær, at hotellini fara at fáa ráðstevnuferðaløg, sum annars ikki hvødu komið hendan vegin? Fer ein tunnil at hava við sær, at oljufeløg fara at bjóða meira, enn tey annars høvdu gjørt? O.s.frv., o.s.frv. Stutt sagt: Kann ein íløga í ein undirsjóvartunnil verða við til at gera okkum betri før fyri at gjalda uttanlandsskuldina? Tað er við góðari grund, at eyguni hava verið vend ímóti útreiðslusíðuni í búskapi okkara. Búskaparliga framgongd fáa vit ikki við sparingum eina, men við at framleiða vørur og veita tænastur, sum onnur vilja gjalda fyri; eftir okkara tykki, so er stundin komin til at vit aftur fara at líta at framleiðslu- og inntøkusíðuni. Serliga tá ið flogvøllurin verður havdur í huga (men eisini í innlendis høpi), so eigur ein íløga í ein tunnil undir Vestmannasund at verða roknað sum neyðugt grundarlag fyri rationaliseringum og meir-inntøkum. >>Skynsamur, skilagóður ábyrgdarpolitikkur<< Síðani >>Vága-tunnilin - ein lýsing<< varð løgd fram hava fleiri politikkarar, búskaparfrøðingar o.o., sum meira og minni halda tunnilin vera váðaverk í verandi búskaparstøðu, nýtt høvið til at staðfesta seg sum umboðandi >>skynsaman, skilagóðan ábyrgdarpolitikk<<; tað er alla æru vert. Hinvegin hevur tað verið sera trupult hjá okkum at fáa greiðu á, hvat verður lagt í hesa orðing. Tað er ikki neyðugt hjá okkum at fortelja búskaparfrøðingum, at samfelagsbúskapur er ein støðugur trupulleiki. Stutt sagt: a: hevur tú ov fáar pengar tøkar/í umfari, so hevur tú ikki ráð til íløgur b: hevur tú ov nógvar pengar tøkar/í umfari, so er tað ikki skilagott við íløgum, sum vilja leggja eitt størri trýst á búskapin So hvat konjunkturið viðvíkur, so er sostatt eingin eyðgivin loysn uppá íløguspurningin, og tí má hann svarast við konkretum grundgevingum. Vit hava víst á, at við teirri gongd, sum er serliga í oljumálinum og í ferðafólkavinnuni, so fer eitt ovurstórt trýst at verða á farleiðina um Vestmannasund; tað fer at verða ógjørligt at loysa hesar trupulleikar uttan stórar íløgur í ferjusambandið. Verður serliga hugt at >>Vágatunlinum<< í oljuhøpi, so er væntandi, at virksemið fer at vinda álvarsliga uppá seg; so umframt at ein tunnil undir Vestmannasundið kann verða átrokandi av praktiskum grundum, so hevur hetta eisini eitt konjunktur-politiskt aspekt: Er tað skilagott at bíða við eini íløgu til ein komandi oljuvinna hevur lagt ovurstórt trýst á tann lítla og viðkvæma føroyska búskapin? Vit halda ikki, men sakna grundgevingar frá teimum, sum halda tað øvugta. Í >>Vágatunnilin - ein lýsing<< var dentur lagdur á at lýsa projektið sum bæði eina landspolitiska verkætlan (flogvøllurin + vinnulívið yvirhøvir) og sum eitt projekt við lokalum týdningi (Vágarnar). Stutt kann sigast, at niðurstøðan var, at landspolititiskt og fíggjarliga var rætt at fara undir projektið, meðan lagnan hjá Vágoynni var meiri ivasom, fekst fast samband. Nú er almenna orðaskiftið endað í tí mest óhepna sporinum, sum hugsast kann: Valfeløgini í Vágunum skora á politiskt fyri at fáa verkætlanina framda; samstundis mana einstakir politikkarar úr øðrum pørtunum av landinum fram sjónina av ábyrgdarleysum lokalpolitikkarum, sum fara niður í pengaksassan hjá okkum øllum til eitt váðaverk; á hendan hátt kunnu teir spæla totalt frítt og framstilla seg sjálvar sum fíggjarliga ábyrgdarfullar landspolitikkarar uttan at hava skeitt at sjálvum projektinum og fyrihildið seg til tað og teir møguleikar og vansar sum hanga uppivið tí! Antin >>Vágatunnilin<< verður til nakað ella ikki á hesum sinni, er og verður ein politisk avgerð; men tað minsta ein kann krevja er, at búskaparfrøðingar og politikkarar fyrihalda seg til málið sjálvt. Kjarnin í málinum er greiður: Alternativið til tunnilsíløguna er ikki niðurgjalding av uttanlandsskuld, men ein íløga upp á 80-90 mill. krónur í eitt betri ferjusamband. Tá ið búskaparfrøðingar og einstakir politikkarar uttan nakra sum helst grundgeving pástanda, at >>vit hava ikki ráð<<, so er hetta politiskt ábyrgdarloysi so tað forslær! Ber tunnilin seg? Skal bummgjaldið verða ført fyri at fíggja lánini, sum tikin verða, so krevst, at ferðslan verður meiri enn í dag. Í eini grein í Dimmalætting herfyri var staðfest, at tunnils-projektið í Ålesund hevði eitt dundrandi undirskot, uttan at hetta á nakran hátt varð koplað til Vágatunnilin. Tað slapp bara at hanga í leysari luft; hvør skal siga, at her kann tað enda líka galið. Ti hetta er fyrst at siga, at tað er einki forgjørt í at gera ein tunnil, sum fer at geva undirskot: Er tað politisk undirtøka fyri einum tunli út í Hest, so verður eitt undirskot fíggjarligi prísurin, sum politikkarar eru sinnaðir at gjalda fyri polititiska ynski um samanbinding; eitt møguligt bummgjald verður tá bert ein viðfáningur til fíggingina. Annað er, um talan er um ein tunnil, ið er ætlaður at bera seg, men ikki ger tað. T.d. Ålesund-sambandið. Talan var um eitt rættiliga stórt projekt við fleiri tunlum og brúm, ið vórðu gjørd nøkulunda samstundis. Tvinni viðurskifti hava gjørt, at projektið gevur undirskot: Samskipanin av projektinum var ikki nóg góð, so byggirenturnar vuksu og vuksu; og metingin av, hvussu stór ferðsluøkingin fór at verða var skeiv. Tann, ið ætlar at brúka Ålesunds-projektið sum ræðumynd, skal fyri tað fyri tað fyrsta gera sær greitt, at Vágatunnilin er eitt avmarkað projekt (ein tunnil, ið sostatt ikki krevur stórvegis samskipan av arbeiðnum); og í øðrum lagi hevur viðkomandi forpliktað seg til at grundgeva fyri, at ferðslan um Vestmannasund fer ikki at økjast so nógv, sum er neyðugt fyri at projektið skal bera seg. Enn hevur eingin verið frammi við slíkum metingum. At enda Fyribils er málið sjálvt steðgað í einum politiskum meldri, sum er trupul at fáa greiðu á í løtuni. Vit hava ta vón, at flestu politikkarar eru sinnaðir at viðgera málið sakligt og við konkretum grundgevingum. Vit sakna Smyrlarutuna Fiskaútflytarar eru samdir um, at flutningsmøguleikarnir úr Føroyum eru versnaðir, síðan Smyril gavst at sigla til Aberdeen, hóast sagt varð, at so skuldi ikki verða. Føroyskir fiskaútflytarar eru samdir um, at flutningsmøguleikarnir til útlendska marknaðin eru versnaðir, síðan Smyril gavst at sigla. Sagt varð annars í samband við, at Skipafelgið Føroyar yvirtók allan farmaflutningin, at tænastan ikki mátti verða verri ella dýrari, enn hon var. Men ein útflytari, Regin Jacobsen, á Kassavirkinum á Glyvrum, sigur, at flutningssambandið er versnað, og kostnaður hækkaður eini 10%. Regin Jacobsen sigur, at betri hevði verið, um tað sigldu fýra bíligari skip, enn sum nú, har tey eru trý, og Pasadena er eitt. Tí greitt er, at Pasadena er dýrt skip. Regin Jacobsen sigur, at onkur hevur tosað um at stovna nýtt flutningsfelag. Men sum skilst er hann sjalvur heldur ivasamur, um tað er nøkur loysn. Hann vísir á, at slíkt hevur verið roynt fyrr, og tey úrslitini hava ikki verið nakað at reypa av. Øll tey feløgini eru hildin upp at aftur. Fleiri fráferðir Eitt, sum gongur aftur, tá menn tosa um útflutningsmøguleikarnar, er, at tað eru ov fáar ferðir úr Føroyum. Tá Smyril sigldi, bar til at senda fiskavørur av landinum bæði hósdag og fríggjadag. Soleiðis var eisini fyrstu tíðina eftir, at Smyril varð seldur. Men síðan er tað hent, at Skipafelagið Føroyar hevur lagt fríggjadagsfráferðina niður, soleiðis at bert verður siglt úr Føroyum hósdag. Og tað eru nógvir útflytarar ónøgdir við. Teir siga, at um siglt varð fríggjadag eisini, vóru nógv betri møguleikar at røkja bæði enska og franska marknaðin. Nógv skerdir Bjarni Hansen, virkisleiðari á Føroya Fiskavirking á Tvøroyri, sigur, at har eru teir nógv skerdir, síðan Smyrlarutan varð niðurløgd. Teir eru nú noyddir at taka skipini inn at landa mikudag og noyðast at hava nógv yvirarbeiði fyri at fáa fiskin kláran til avskipingar hóskvøld. Umframt kemur, at tann nýggjasta vøran, verður minst eitt samdøgur eldri, tá hon verður seld mánamorgun. Ein annar trupuleiki, sum stendst av hesi rutuni, er, at nú skal fiskurin keypast so tíðliga í vikuni, at torført er at meta um prísin á marknaðinum komandi dagarnar. Og tað kann ávirka báðar vegir. Bæði, at keyparin verður varin, og fiskimaðurin tí fær verri prís. Ella, at keyparin keypir ov dýrt og tískil brennir seg. Heldur ikki á Føroya Fiskasølu eru teir møgdir við rutuna. Av feskfiskadeildini verður sagt, at arbeitt verður við at finna eina loysn. Men sum er, tykist, sum møguleikarnir á bretska marknaðinum eru uppsteðgaðir. Meðan Smyril sigldi, vaks útflutningurin til Bretlands, tí marknaðurin lagaði seg eftir rutuni. Men tað ber ikki til nú. Og líkt er tí til, at stígur er komin í útflutningin til Bretlands. Ein annar útflytari, vit hava tosað við, fýlist á, at ikki verður siglt fyrr í viku. Til dømis týsdag. Hann vísir á, at Eimskip flytir hvørt vikuskifti eini 400 - 500 tons av rundum fiski til Grimsby, har fiskurin fyrst verður seldur, síðan skildur og skorin. Ikki fyrr enn eftir alla hesa viðgerð fer hann til London, har hann verður seldur brúkaranum. Hatta eiga vit at klára í Føroyum og so umganga Grimsby heilt, sigur hesin útflytarin. Tað, sum lægri arbeiðsløn í Grimsby gevur, fingu vit tá aftur í betri prísi fyri nýggjari vøru, um vit kundu avskipa til dømis týsdag. Vit hava roynt at fáa orð á Árna Joensen, stjóra á Skipafelagnum, men hann var ikki at hitta. Jan Müller Danmark fingið avsláttur frá Nato fyri støðir í Grønlandi Danmark fingið avsláttur frá Nato fyri støðir í Grønlandi. Ein kanning vísir, at Danmark hevur goldið nógv minni til felags Natoverjuna orsakað av útreiðslunum hjá Danmark til Grønland og Føroyar Tær amerikonsku herstøðirnar í Grønlandi hava givið Danmark avslátt í NATO-limaskapinum, sum svarar umleið til tær donsku útreiðslurnar til Grønland og Føroyar. Hetta vísir ein kanning, sum er gjørd av "Dokumentatiónsbólkinum" ISIT, sum varð stovnaður í Nuuk í mars og fevnir um nakrar sjálvstøðugar granskarar og studerandi. Tað er tíðindamaðurin hjá Ritzau, Poul Krarup, sum skrivar hetta. Endamálið við umrøddu kanning er at fáa kunnleika til tann búskaparliga partin av verjusáttmálanum, sum varð gjørdur millum USA og Danmark í apríl 51. Danir fingið endurgjald Dokumentatiónsbólkurin kemur eisini til ta niðurstøðu, at Danmark hevur fingið kompensatión fyri, at USA og Nato hava brúkt grønlendskt øki til herðnarlig endamál. Bólkurin mælir til, at fleiri viðurskifti, sum snúgva seg um leiklut Grønlands í hernaðarligum og trygdarpolitiskum spurningum, verða kanna nærri . Eisini aðrar avtalur um amerikanska herstøðir við lond sum Japan, Turkaland, Spania, Grikkaland og Portugal hava líknandi fíggjarligar avtalupartar við. Kanningin vísir, at tær donsku hernaðarútreiðslurnar líka síðani Nato varð stovnað í 1949 hava verið munandi lægri enn tær útreiðslur, sum onnur Nato-lond hava havt uppá felags verjuna. Eitt lægri bidrag, sum hini londini, eftir tí Dokumentatiónsbólkurin er komin til, góðtóku orsakað av útreiðslunum hjá Danmark til Grønland og Føroyar. Í veruleikanum eru donsku verjuútreiðslurnar til økini í Norðuratlantshavi bert umleið 3% av samlaðu útreiðslunum hjá Verjumálaráðnum. Tað fær Dokumentatiónsbólkinum at koma til ta niðurstøðu, at " det lave udgiftsniveau står i stærk kontrast til det officielle billede af, hvor strategisk vigtig Grønland er for USA og Nato". Víðari stendur í greinini frá Ritzau, at Darnmark í árinum frá 92-95 hevur brúkt fleiri pengar til luttøku í altjóða uppgávum enn til verjuna av Føroyum og Grønlandi. Haratrat kemur, at ein stórur partur útreiðslunum hjá Verjumálaráðnum í Norðuratlantshavi eru brúktar til sivilar uppgávur so sum fiskieftirlit og bjargingaruppgávur. Í frágreiðingini kemur Dokumentatiónsbólkurin til ta niðurstøðu, at "Danmark har ikke profiteret på Rigsfællesskabet med Grønland" við tað at útreiðslurnar hjá statinum til Grønland hava verið eins stórar, sum tann lættin, ið Danmark hevur fingið í býtinum av byrðunum í Nato. Eisini í Føroyum! Tað hevur annars verið sett fram í orðaskiftinum í Føroyum um Natostøðirnar í Føroyum, at Danir eru slopnir bíligari í limaskapinum í Nato vegna hjáveru teirra í Føroyum. Hetta hevur m.a. búskaparfrøðingurin Karl Nolsøe fleiri ferðir víst á - tó uttan at hava nøkur verulig prógv at leggja á borðið. Barbara & Jan - Nú fari eg at keypa mær og systur míni eina súkklu 9 ára gamli Martin vann 260.000 krónur í Gekkaspælinum hjá SvF 9 ára gamli Martin Kjeld við størsta kekkinum, hann nakrantíð hevur hildið í Tað var ein sera bilsin og ovurfegin havnadrongur, sum eftir at hava snarað Gekkahjólinum fyri triðju ferð fríggjakvøldið vann tann stóra vinningin. Martin Kjeld gjørdist yngsti vinnarin í Gekkaspælinum í Sjónvarpinum, tá hann hetta kvøldið vann 260.000 kr. Hann átti sjálvur vinnaraplátuna. Mamman var í arbeiðsørindum í Runavík, tá hon av tilvild fekk eygað á Gekkaseðlarnar og keypti tveir teirra, harav annar varð vinnaraseðilin hjá Martini. -Eg eri sera glaður og fari nú at keypa eina súklu til systur mína Lindu og eina til mín sjálvs sigur Martin við Sosialin. Hann ætlar sær so eisini at keypa sær eina teldu. Restin av pengunum fer inn á eina bundna konto í peningastovninum. Tað hava verið nakrir eydnuríkir og spennandi dagar, síðani Martin vann í Gekkaspælinum, tí bæði vinfólk og grannar hava verið inni á gólvinum og ynskt honum tillukku. Fríggjakvøldið gistu Martin og familjan á Hotel Føroyum. Tá tey komu til hús leygardagin komu grannar og vinfólk at vitja. Mamman Tony bakaði fýra stórar skuffur av pizza, so har fór eingin svangur til hús aftur. Eisini mánamorgunin varð nógv gjørt burtur úr Martin og vinningi hansara. Tá hann kom í skúla komu bæði lærarar og næmingar og ynsktu honum tillukku. Enn er nakað tíðliga at siga, hvat Martin fer at brúka restina av pengunum til, men pápin Edvard dylur ikki fyri, at okkurt skal brúkast til eina komandi útbúgving hjá Martini. Sáttmálin við Noreg Botnfiskakvotur í Barentshavinum og í Norðsjónum Grundað á sínámillum semju millum Noreg og Russland um fiskiveiði í Barentshavinum í 1998 lækkar MLV'ið av toski við 23% frá 850.000 tonsum í 1997 til 654.000 tons í 1998, av hesum er triðjalandskvotan lækkað úr 104.000 tonsum niður í 80.000 tons. Norski parturin av triðjalandskvotuni er 32.300 og við Svalbard er triðjalands kvotan 26.160 tons í mun til 34.000 í 1997. Hýsu-heildarkvotan lækkar frá 210.000 tonsum í 1997 til 130.000 í 1998. Ein niðurskurður uppá 38%. Triðjalandskvotan av hýsu er lækkað úr 10.000 tonsum niður í 6.000 tons í 1998. Lodnuveiða verður ikki loyvd í 1998 og ikki beinleiðis veiði eftir svartkalva í Barentshavinum. Noreg og Føroyar samdust um at føroyska toskakvotan lækkar við 600 tonsum til 2.600 tons (:18,7%). Hýsukvotan lækkar við 450 tonsum niður í 550 tons og kvotan av øðrum fiskasløgum minkar við 50 tonsum til 250 tons. Fyri at bøta um veiðimøguleikan í norskum sjógvi verða 1500 tons av toski, 250 tons av hýsu og 100 tons av øðrum flutt úr russiska partinum av Barentshavinum til norska partin. Upsakvotan í Norðsjónum er fyri 1998 avtalað at vera 1600 tons og kvotan av øðrum 300 tons. Veiðimøguleikarnir hjá føroyskum skipum eftir botnfiski fer soleiðis úr 6.900 tonsum upp í 7.150 tons. Harafturat kemur botnfiskakvotan fyri Svalbard, sum í mun til MLV'ið í 1998 verður 1355 tons av toski og 325 tons av øðrum. Rækjuveiðan við Svalbard Fiskidagatalið hjá føroyskum rækjuskipum í Svalbard økinum er broytt í 1997. Sambært forskrift um rækjuveiðu á Svalbards økinum er ásettur ein niðurskurður í fiskidagatalinum frá 2.555 dg. til 1317 dg. grundað á tað hægsta fiskidagatalið hjá hvørjum landi yvir eitt tíðarskeið frá 1990 til 1995. Fyri Føroyar er árið 1990 valt sum tað hægsta (1.317 dagar). Skipatalið er óbroytt 11 rækjuskip á leiðini. Fráboðan um hesa áseting varð send landsstýrinum gjøgnum uttanríkismyndugleikarnar tann 21. mai 1997. Landsstýrið mótmælti hjá norsku fiskivinnumyndugleikunum og Danmark hevur vegna Føroyar og Grønland mótmælt norsku ásetanini. Norski parturin útsetti gildiskomu av forskriftini fyri Føroyar grundað á verandi fiskiveiðiavtalu millum Noreg/Føroyar fyri 1997, har í avtaluni rækjudagatalið var ásett framm-anundan. Forskriftin skuldi tí galda fyri 1998 og framyvir. Føroyar høvdu lagt upp til eina samráðingarloysn eins og gjørt var í 1982 og 1985, men hetta vildi norski parturin ikki ganga við til. Á fundinum avvísti Noreg at samráðast um málið, sæð frá norska sjónarmiðinum um yvirvaldsrættin hjá Noreg at áseta umsitingarligar veiðireglur á Svalbard økinum. Eisini varð víst til, at bert Danmark vegna Føroyar og Grønland og ES høvdu mótmælt, meðan hini londini ikki høvdu mótmælt ásetingini. Eisini varð víst á, at hóast ES-mótmæli, so góðtekur ES fiskidagatalið fyri rækjuveiðuna. Tað var soleiðis ógjørligt at fáa samráðingar um rækjurnar við Svalbard. Føroyski parturin kravdi innført í avtaluna tey føroysku sjónarmiðini. Fiskidagatalið við Svalbard verður soleiðis 1.317 dagar og skipatalið óbroytt 11 skip fyri 1998. Makrelur Føroyski parturin av vestmakrelinum er reguleraður eftir semju millum Noreg, ES og Føroyar, og fáa Føroyar í avtaluni við ES ein ávísan prosentpart (beint undir 6%) av vestanmakrel-MLVnum. Tey seinastu árini hava Noreg og ES gjørt avtalu um MLV'ið á vestmakrelinum. Úrslitið fyri 1998 er ein hækking frá 261.000 tons til 310.810 tons (+19%), og av hesum eiga Føroyar tilsamans 17.200 tons av vestmakrel-inum. Føroayr lata til ES og Noreg og fáa nakað aftur í teirra sjógv. Eisini fær Ísland makrel frá Føroyum. Gongdin seinastu árini hevur verið, at tey veiðirættindi, sum Føroyar fáa aftur fyri í norskum sjógvi, hava havt stóran týdning fyri fíggjarligu úrslitini hjá nótaflotanum. Hetta er søguliga orsøkin til, at norðmenn altíð hava fingið meiri makrel. Avtalan fyri 1998 gevur Noreg 9.600 tons frá Føroyum og Føroyar fáa 3.950 tons í norskum sjógvi. Føroyski parturin hevur undir samráðingunum hildið fast um, at munurin skuldi minkast og at norska kvotan ikki kundi hækka stórvegis hóast hækkingina í MLV-num. Rækjuveiða við Jan Mayen Føroyar hava í nøkur ár roynt at fingið eina rækjukvotu við Jan Mayen. Hetta eydnaðist hesaferð og verður føroyska kvotan 500 tons av rækjum við Jan Mayen við møguleika fyri at víðka hesa við 250 tonsum í býti við svartkjafti. Ídnaðarveiða, svartkalvi og sild Føroyska ídnaðarveiðan økist úr 20.000 tons til 29.000 tons í 1998 (íroknað 2.000 tons av brislingi). Hetta varð gjørt soleiðis, at 9000 tons av svartkjafti, sum fyrr var royndarveiða og veiða við Jan Mayen, verða løgd afturat ídnaðarveiðuni. Eftir verða 2000 tons av svartkjafti. Sildakvotan í Norðsjónum hækkar 900 tons. Veiðirættindi hjá Noreg á føroyskum øki Norska botnfiskaveiðan undir Føroyum fer niður til 5.700 tons. Makrelveiðan verður 9.600 tons og svartkjaftaveiðan fer upp til 36.000 tons, harav eru m.a. 5000 tons av rossamakreli yvirflutt sum svartkjaftur. Føroyska sendinevndin á fundinum í Oslo var Kaj P. Mortensen, fiskvinnustjóri, Ulla S. Wang, fiskivinnu-fulltrúi, Mogens Holm Petersen, uttanríkismálaráðharri, Jákup Sólstein, Christian Martin Rasmussen og Johan Christiansen fyri Føroya Reiðarafelag. Kaj P. Mortensen GÍ fingið nýggjan høvuðstuðul Fótbóltur: Avtalan tryggja grundarlagið undir GÍ sum einum nútímas ítróttarfelagi Mánadagin skrivaðu GÍ og oljufelagið Statoil undir stuðulsavtalu, sum ger, at GÍ frá 1. január fer at spæla við Statoil á bringuni. Partarnir vilja ikki upplýsa hvussu nógv avtalan er verd, men GÍ sigur, at nýggja avtalan gevur grundarlag fyri áhaldandi at reka GÍ sum eitt nútímans ítróttarfelag. Føroya Sparikassi hevur seinastu árini verið høvuðsstuðul hjá GÍ, og nú hesin sáttmál gongur út á nýggjárinum verður tað Statoil, sum tekur yvir. - Eitt gott samstar við ein høvuðssponsor er av alstórum týdningini, nú tað verður alt dýrari at reka eitt 1. deildarlið, verður sagt úr GÍ. Eisini avtalan við klædnastuðulin hjá GÍ gongur út á nýggjárinum, men har er samstarvið við Sparta Sport í Syðrugøtu endurnýggjað, so GÍ eisini næstu tvey kappingarárinum fer at spæla í búnum frá Umbro. Vágafólk samd um Vágatunnilin Øll vágafólk, uttan mun til politiskan lit, eru samd um, at tíðin er komin til at fara undir aftur tunnilsgerðina, sum steðgaði í 1989. Politisku feløgini hava saman við kommununum og Vága Vinnufelag tikið stig til eina sakliga viðgerð av málinum. Henda sakliga viðgerð vísir týðuliga, at rættasta loysnin ikki minst búskaparliga er fast samband við Streymoy gjøgnum undirsjóvartunnilil. Politisku feløgini í Vágum eru framvegis fullsamd um, at hetta mál skal ikki brúkast flokspolitiskt og fer saman við kommununum, Vága Vinnufelag og øllum øðrum góðum kreftum at standa saman til tess at fáa hesa verkætlan framda Føroya landi at gagni. Vit krevja av Føroya landsstýri og Føroya løgtingi oat arbeiðið við tunnils- gerðini fer ígongd í 1998 oat greið ætlan verður løgd, so fasta sambandið um Sundið verður veru- leiki innan rímiliga tíð. Vágar, 12. des. 1997 Vága Sambandsfelag Vága Javnaðarfelag Sjálvstýrisfelagið Kristiligi Fólkaflokkurin Miðflokkurin Vága Tjóðveldisfelag Verkamannafylkingin Vága Fólkafloksfelag Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Stjørnan vann botndystin Hondbóltur: VB mátti lúta í Klaksvík, og Neistin og StÍF vunnu greiðar sigrar Hondbóltskappingin hjá kvinnum líkist framvegis sær sjálvum. Í oddinum stríðast trý lið um meistaraskapin og í botninum eru hini trý liðini í innanhýsidysti um at sleppa burtur frá dumpiplássinum. Tríggir dystir voru hetta vikuskiftið, VB var við í tveimum teirra, meðan Kyndil hevði frí. Leygardagin var mest spennandi dysturin, tá tvey av aftaru liðunum Stjørnan og VB spældu í Klaksvík. Hesi liðini eru saman við GÍ í botninum, og innanhýsisdystirnir hava stóran týdning, tí tað er bert í hesum dystunum, at liðini fáa stig. Tað líktist leingi einum tapi hjá Stjørnuni, tí VB var meginpartin av dystinum á odda, og longu í hálvleikinum var støðan hjá heimaliðnum so vánaliga, at tað mátti henda nakað serligt, skuldi dysturin bjargast. VB var á odda 9-5 eftir fyrra hálva tíman, men frá byrjan av í seinna hálvleiki, kom heimaliðið fyri seg, og so minkaðu tær støðugt um leiðsluna hjá VB. Tá 11 minuttir vóru farnir stóð fyrstu ferð á jøvnunum, og 13 minuttir seinni fór heimaliðið fyrstu ferð fram um. Seinastu 10 minuttirnar av dystinum vendi Stjørnan veruliga gongdini og togaði seg tevy mál fram um, og tað førdi eisini við sær, at kvinnurnar úr Klaksvík vunnu dystin. Joan Midjord Joensen gjørdi fimm mál fyri Stjørnuna og Sólrun Krosslá gjødi seks av málunum hjá VB. Taptu aftur á Skála VB spælir tveir dystir, tá tær eru norðanfyri og sunnudagin vóru tær á Skála og dystaðust við oddaliðið StÍF. Her gekk sum vænta, og StÍF vann tryggan sigur, 27-17. Strandakvinnur løgdu væl fyri, men fyrra hálvleiki kom VB afturíaftur. Tá StÍF etti ferð á í seinna hálvleiki, fylgdi VB ikki við og at enda vóru 10 mál á muni. Signhild Petersen gjørdi 7 mál fyri StÍF, meðan Sólrun Krosslá aftur var toppskjútti hendan dagin, hon gjørdi átta mál. Neistin vann stórt Triðji dysturin hjá kvinnunum var í Havn leygardagin, har Neistin tók ímóti GÍ. Meistaraliðið lat ongan iva verða um úrslitið av dystinum og vann heili 37-20. Allan dystin var tað heimaliðið, sum var á odda og munurin millum liðini vaks bara sum tíðin gekk. Í hálvleikinum var støðan 16-9. Tá átta minuttir vóru eftir at spæla var Neistin komin uppá tey 30 málini, og sjey ferðir afturat funnu tær GÍ-meskarnar. Inga Danberg var toppskjútti hjá Neistanum við 12 málum, og tær tríggjar, Birita Wardum, Kára á Dunga og Mildrið Jacobsen gjørdu fimm mál hvør. Hjá GÍ var Annika Jacobsen toppskjútti við fýra málum. H71 stríddi seg til sigur á Kyndil Hondbóltur: H71 aftur næstfremst, VÍF og StÍF høvdu ongar trupulleikar av botnliðunum H71 tók seg fram um aftur Kyndil, tá teir vunnu grannadystin sunnudagin. Undan dystinum var greitt, at tað hevði stóran týdning hjá H71 at vinna, skuldu teir ikki missa fleiri fet fram til oddin. Og hoyvíkingar vóru eisini uppsettir til dystin, og tað var fyrst og fremst tí teir stríddust fram úr væl, at teir vunnu. Í hálvleikinum var H71 frammanfyri 12-8, og til tá og fram til 10 minuttir vóru eftir av dystinum gekk rímuliga javnt á, hóast tað allatíðina var H71, sum hevði munin. Seinastu 10 minuttirnar av dystinum økti H71 nógv um munin., Teir gjørdu sjey mál hendan partin av dystinum, meðan Kyndlamenn, sum ivaleyst høvdu givið upp, bert fingu eitt mál. Toppskjútti hjá H71 var Halgir Dal-Olesen, sum gjørdi 9 mál, og Jákup Símun Simonsen gjørdi 8 mák. Hjá Kyndli gjørdi Bárður Johannesen 5 mál. VÍF og StÍF ongar trupulleikar Hóast KÍF kom fram um 3-0, høvdu vestmenningar ikki stórvegis trupulleikar við at basa kollfirðingum í høllini í Vestmanna leygardagin. Eftir fyrsta korterið fekk VÍF rættiligt tak á, og betri gekst við fáa mál. KÍF royndi seg við einari offensivari 3-2-1 verju, men tað fekk ikki steðga vestmenningum, sum at enda vunnu við 11 málum. VÍF tóktist allatíðina hva tamarhald á, og í seinna hálvleiki øktu teir støðugt um munin. Áki Olsen var toppskjútti hjá VÍF við 11 málum. StÍF hevði leygardagin vitjan av Neistanum, og heldur ikki standingar høvdu trupulleikar við at vinna. Teir fóru beinanvegin fram um gestirnar, og hildu leiðsluna tíðina út. Í hálvleikinum var 16-7 til StÍF, og tá var munurin millum liðini longu vorðin so stórur, at eingin ivi var um úrslitið. Í seinna hálvleiki økti StÍF allatíðina um munin, sum var 15 mál, tá dysturin var av. Arthur Johansen var toppskjútti hjá StÍF við 13 málum, og Agnar Højgaard og Jónleif Sólsker gjørdu seks mál hvør. Hjá Neistanum var Kári Mortensen toppskjútti við fimm málum. H71 stríddi seg til sigur á Kyndil Hondbóltur: H71 aftur næstfremst, VÍF og StÍF høvdu ongar trupulleikar av botnliðunum H71 tók seg fram um aftur Kyndil, tá teir vunnu grannadystin sunnudagin. Undan dystinum var greitt, at tað hevði stóran týdning hjá H71 at vinna, skuldu teir ikki missa fleiri fet fram til oddin. Og hoyvíkingar vóru eisini uppsettir til dystin, og tað var fyrst og fremst tí teir stríddust fram úr væl, at teir vunnu. Í hálvleikinum var H71 frammanfyri 12-8, og til tá og fram til 10 minuttir vóru eftir av dystinum gekk rímuliga javnt á, hóast tað allatíðina var H71, sum hevði munin. Seinastu 10 minuttirnar av dystinum økti H71 nógv um munin., Teir gjørdu sjey mál hendan partin av dystinum, meðan Kyndlamenn, sum ivaleyst høvdu givið upp, bert fingu eitt mál. Toppskjútti hjá H71 var Halgir Dal-Olesen, sum gjørdi 9 mál, og Jákup Símun Simonsen gjørdi 8 mák. Hjá Kyndli gjørdi Bárður Johannesen 5 mál. VÍF og StÍF ongar trupulleikar Hóast KÍF kom fram um 3-0, høvdu vestmenningar ikki stórvegis trupulleikar við at basa kollfirðingum í høllini í Vestmanna leygardagin. Eftir fyrsta korterið fekk VÍF rættiligt tak á, og betri gekst við fáa mál. KÍF royndi seg við einari offensivari 3-2-1 verju, men tað fekk ikki steðga vestmenningum, sum at enda vunnu við 11 málum. VÍF tóktist allatíðina hva tamarhald á, og í seinna hálvleiki øktu teir støðugt um munin. Áki Olsen var toppskjútti hjá VÍF við 11 málum. StÍF hevði leygardagin vitjan av Neistanum, og heldur ikki standingar høvdu trupulleikar við at vinna. Teir fóru beinanvegin fram um gestirnar, og hildu leiðsluna tíðina út. Í hálvleikinum var 16-7 til StÍF, og tá var munurin millum liðini longu vorðin so stórur, at eingin ivi var um úrslitið. Í seinna hálvleiki økti StÍF allatíðina um munin, sum var 15 mál, tá dysturin var av. Arthur Johansen var toppskjútti hjá StÍF við 13 málum, og Agnar Højgaard og Jónleif Sólsker gjørdu seks mál hvør. Hjá Neistanum var Kári Mortensen toppskjútti við fimm málum. Hondbóltshagtøl Hondbóltur: Úrslit og støðan eftir dystirnar í vikuskiftinum 1. deild menn 8. umfar, 13. desember StÍF-Neistin 37-22 (16-7) VÍF-KÍF 33-22 14. desember H71-Kyndil 30-22 (12-8) Støðan 1. VÍF86-0-2245-17212 2. H7185-1-2212-19711 3. Kyndil85-0-3204-20010 4. StÍF84-1-3227-2079 5. Neistin81-2-5 183-2274 6. KÍF81-0-7176-2132 Næstu dystirnir 20/12 StÍF-KÍF 20/12 H71-VÍF 21/12 Neistin-Kyndil 1. deild kvinnur 8. umfar, 13. desember Stjørnan-VB 16-14 (5-9) Neistin-GÍ 37-20 (16-9) 14. desember StÍF-VB 27-17 (11-7) Støðan 1. Kyndil87-0-1205-16014 2. StÍF87-0-1188-15014 3. Neistin86-0-2190-14312 4. Stjørnan82-0-6157-1834 5. GÍ92-0-7189-2444 6. VB91-0-8157-2072 Næstu dystirnir 20/12 StIF-Stjørnan 21/12 Neistin-Kyndil Vestmenningar aftur einsamallir á odda Hondbóltur: Kyndil kláraði ikki at standa ímóti, tá H71 kom aftur á lagið. Hjá kvinnunum gongur alt sína vanligu gongd Nú er farið at líða grundspælinum í hondbóltskappingini, og tá tvey umfør eru spæld afturat, og øll liðini hava spælt sínar 10 dystir, verða stigini hálverað, og so verður farin undir endaspælið, har liðini aftur skulu spæla tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum. Dystirnir í vikuskiftinum styrktu oddastøðuna hjá VÍF í mansdeildini, tí samstundis sum vestmenningar vunnu sín dyst móti aftasta liðnum í deildini, KÍF, kláraði Kyndil ikki at halda tørn, tá hoyvíkingar komu aftur á lagið. Tað hevur verið tætt í oddinum seinastu vikurnar, men eftir seinastu dystirnar, hevur VÍF aftur vunnið sína oddastøðu, hóast støðan sum so einki er til at hvíla í, tí tað er framvegis tætt millum liðini, og tað verður tættari, tá stigini eru hálverað. Vestmenningar høvdu ein lítlan niðurtúr herfyri, men tað tykist sum teir hava stabiliserað seg aftur, og við sigrum á StÍF og KÍF, hava teir aftur togað seg fram um hini liðini. Men VÍF skal næsta vikuskiftið vísa, at teir eru komnir fyri seg aftur, tí tá skulu teir spæla móti liðnum, sum gav teimum fyrsta ósigurin í hálvtannað ár. Og nú H71 og VÍF fara at spæla næsta innanhýsisdystin í ár, eru liðini aftur tey bæði fremstu, eftir at Kyndil hevur verið frammi og blandað seg, men við tapinum á H71 í vikuskiftinum, datt afturum aftur H71 og VÍF. Tvey botnlið hjá monnum Í botninum er Neistin framvegis tvey stig frammanfyri KÍF, sum enn bert hevur vunnið sær eitt stig í teimum átta dystunum higartil. Fáa hesi bæði liðini einki stig afturat í grundspælinum, minkar munurin millum liðini niður í eitt stig, og tað er vorðið greitt, at tað var júst hesi liðini, sum koma at stríðast í botninum í ár. Í oddinum er framvegis rættiliga opið, hóast lítið er farið av favorittstøðuni hjá VÍF. Men har fer munurin millum liðini ikki at koma til sjóndar, fyrr enn spælt verður um tvey stig hvørjaferð, og ikki eitt, sum tað í roynd veru er nú. Spennandi hjá kvinnum Í kvinnudeildini gongur alt sína vanligu gongd. Oddaliðini vinna hvørjaferð tey spæla, og tað er ikki uttan at tey spæla móti hvørjum øðrum, at nakar sum helst spenningurin í dystinum hjá teimum. StÍF og Kyndil liggja framvegis frammanfyri meistaraliðið Neistan, meðan hini trý liðini í deildini, stríðast um at sleppa burtur av aftasta plássinum. Stjørnan og VB spældu botndyst í Klaksvík leygardagin, og hóast gestirnir vóru omaná mesta av tíðini, vendi heimaliðið einum hóttandi tapi til sigur í seinasta partinum av dystinum. Stjørnan er nú triðaftast, og hevur spælt ein dyst færri enn hini bæði botnliðini, GÍ og VB. Seinastu tvey umførini í kvinnudeildini fara at vísa, um tað framvegis fer at verða líka javnt millum øll oddaliðini, ella um nakað av teimum fremstu liðunum, kann toga seg einsamalt fram um. Longu komandi vikuskiftið spæla Neistin og Kyndil fyri aðru ferð í ár, og í seinasta umfarinum í grundspælinum møtast StÍF og Kyndil. Vinnur Neistin á Kyndli, og Kyndil síðani á StÍF standa øll trý oddaliðini á jøvnum, tá farið verður undir endaspælið. Og seinastu tvey umførini fer at geva ein ábending um tað veruliga verður Kyndil, sum skal fara at vinna sítt fyrsta meistaraheitið í kvinnudeildini síðani 1981. Tær hava dyst móti báðum hinum oddaliðunum, og tað er nú, at tær skulu sláa fast, at fremsta plássið í deildini veruliga er teirra. KÍ fær nýggjan formann Fótbóltur: Árni Joensen fer í februar frá sum formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag Á aðalfundinum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, sum verður fyrst í februar mánaði, fer formaðurin í felagnum nógvu seinnu árini, Árni Joensen, úr nevndini. Í tíðindaskrivi, sum KÍ sendi fjølmðlunum fríggjadagin, verður sagt, at KÍ fær nýggjan formann í februar mánaði. Felagið hevur longu fingið nýggjan formann í fótbóltsdeildini. John William Joensen fór frá á seinasta fundi, eftir at hann hevur verið formaður í tvey ár, og nú er Manni Høgnesen formaður í fótbóltsdeildini. KÍ sigur í tíðindaskrivinum, at felagið hevur funnið stuðlar til allar vaksmannadeildirnar í fótbólti og til hondbóltsdeildirnar. Jóannes Jakobsen heldur fram sum 1. liðsvenjari og Anfinn Danielsen sum ungdómsvenjari. Gongur framá hjá Ægir Svimjing: At Ægir hevur hvat venjara burturav í eitt ár, gevur nú úrslit SVIMJING: Í vikuskiftinum var svimjikappingin Ægir Open í Klaksvík, og øll svimjifeløgini í landinum tóku lut. Einki føroyskt met varð sett, men eitt bólkamet var sligið. Kappingin var tann fyrsta í eini røð av Grand Prix kappingunum, hvar Svimjisambandið leggur dent á at fáa svimjararnar at svimja so skjótt sum gjørligt, og ikki bert vinna kappingar. Svimjiflelagið Ægir í Klaksvík, sum var vertur fyri kappingini, endaði hesaferð á 2. plássi, eftir Havnar Svimjifelag, sum vann flestu heiðursmerkini. Síðani september mánaða í fjør hevur Jákup Johansenverið venjari burturav, og í Ægir halda tey, at tað er hendan miðvísa venjingin, sum nú gevur úrslit. Í langar tíðar hevur Ægir vanliga ligið á fjórða plássi, tá talan hevur verið um heiðursmerki, men hesaferð kom felagið fram á næstfremsta plássið. - Tað krevur sjálvandi nógv í tí fíggjarliga partinum, at vit hava venjara burturav, men vit fáa góðar stuðul og vóna framhaldandi at fáa tað, so tað ber til at halda fram við menningini av svimjarunum í felagnum, sigur Elna Joensen, sum er kassameistari í Ægir. Donsku hondbóltsgenturnar í serflokki Hondbóltur: Noregi fekk ein avsmurning frá dønum í HM-finaluni í kvinnuhondbólti - Vit lovaðu, at vit fóru at spæla okkara lívsins dyst. Og tað gjørdu vit. Soleiðis tók danski successvenjarin Ulrik Vilbek til eftir framúr HM-sigurin hjá donsku hondbóltsgentunum í Berlin sunnudagin. Hann tosaði gjøgnum anleggið í ítróttarhøllini, har finalan varð spæld, og tað var einastu ferð at venjarin læt viðmerkingar fella um avrikið hjá hansara liðið í finaluni. Drápið av tveimum donskum áskoðarunum undir semifinaludystinum móti Ruslandi legði tung skýggj yvir finaludagin, og donsku spælararnir og leiðararnir bóðu um frið frá pressuni, bæði undan, undir og eftir finaludystin. Men undan finaluni móti Noregi komu boð frá donsku leguni, sum søgdu, at liðið fór at spæla finaluna til æru fyri teir deyðu áskoðararnar. Spælararnir lovaðu at spæla sín lívsins dyst, og tað gjørdu teir. Noregi var í seinna hálvleiki fullkomiliga úrlætið av danska stórspælinum, og danski sigurin var so sannførandi, sum tað ikki kemur fyri í finaludysti á slíkum stigi. Norska liðið um koll Fyrsta partin av dystinum gekk javnt á, men tað var týðuligt frá byrjan, at Danmark hevði størru breiddina og tyngdina, bæði í álopi og í verju. Og áðrenn hálvleikssteðgin høvdu donsku genturnar lagt seg fram um við trimum málum. Og í seinna hálvleiki rann reyða og hvíta liðið úr Danmark norsku grannarnar fullkomiliga um koll, og bæði verjuspæl og álopsspæl var í slíkum flokki, at uttan mun til hvør stóð yvir av danska liðnum hendan dagin, so mátti tað enda við stórtapi. Seinasta korterið av dystinum var upploysn í norska liðnum, og donsku genturnar skoraðu mál nærum eftir vild. Tað endaði við, at heili 13 mál vóru á muni, og danska liðið hevði vunnið seinastu gullkrónurnar við lít. Áður hevur danska gullliðið vunnið EM og OL, og HM-heitið var tað seinasta í røðini hjá Vilbek og hansara gentum. Hóast tað ikki var ætlanin, slótu donsku genturnar seg heiðrað í Keypmannahavn í gjárkvøldið. Tær skuldu koma í Kastrup seint seinnaaprtin í gjár, og klokkan 18.30 skuldi almenn móttøka verða á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Granskingin í Føroyum fingið nýggjar røtur Landsstýrismaðurin í granskingarmálum, Eilif Samuelsen, og starvsbróðir hansara í Danmark, Jytte Hilden hava gjørt avtalu um, at føroysk gransking skal styrkjast Føroyski og danski granskingarmálaráðharrin, Eilif Samuelsen og Jytte Hilden Landsstýrismaðurin í granskingarmálum, Eilif Samuelsen, hevur á fundi við danska granskingarmálaráðharran, Jytte Hilden, gjørt avtalu um, at føroyska granskingin skal fáa møguleikar at styrkjast munandi, longu í 1998, sigur Undirvísingar- og mentamálastýrið. Á fundi í Keypmannahavn, tann 4. desember 1997, komu Eilif Samuelsen og Jytte Hilden ásamt um, at útvegir eiga at verða veittir fyri, at føroyska granskingin verður munandi ment. Sum dømi um ítøkilig tiltøk er avtala gjørd um, at 35 mió. kr., ið settar eru av á danska fíggjarlógaruppskotinum fyri 1998 til norðatlantiska gransking, eiga eisini at koma granskingini í Føroyum til gagns. Avtala er gjørd um, at ein bólkur av granskarum - við eins nógvum umboðum úr Føroyum, Grønlandi og Danmark - skal taka støðu til, hvussu hesar 35 mió. kr. eigar at verða nýttar, longu nú í 1998. Eisini er avtala gjørd um, at ein embætismannanevnd, mannað við eins nógvum limum úr Føroyum, Grønlandi og Danmark skal gera eitt uppskot um, hvussu granskingarstuðulin frá danskari síðu eigur at verða veittur hesum londum í framtíðini, t.v.s. frá 1999 og frameftir. Á sama fundi varð eisini avtala gjørd um, at danska granskingarmálaráðið skuldi bera so í bandi, at føroyingar eisini vóru gjørdir kunnugir við teir møguleikar, sum eru at søkja stuðul úr teimum donsku granskingarráðunum, ið veita meira enn 700 mió. kr. í granskingarstuðuli um árið. Føroyingar og danskarar eru javnsettir á hesum øki. Við hesum tiltøkum skuldi granskingin í Føroyum fingið munandi betri menningarmøguleikar, verður sagt út Undirvísingar- og mentamálastýrinum. Hvør er óbúgvin Løgmaður skýrir politiskar flokkar óbúnar, tí teir ikki vilja hitta danska forsætismálaráðharran, men hvat heldur hann so um, at Løgmaður ikki tekur av innbjóðing úr Bretlandi, tí hann er fornermaður, spyr Eyðólv Dimon m.a. Nú tykist, sum um fleiri av føroysku politikarunum halda, tað vera eina sterka støðu at vera fornermaðir. Danski forsætismálaráðharrin kemur til føroya á ríkisfund tann 6. januar, og longu nú hava fleiri av føroysku flokkunum boðað frá, at teir ikki ætla at tosa við danska forsætismálaráðharran. Hetta hevur fingið ilt í løgmann, sum sigur hetta vera tekin um, at føroysku politikkararnir eru óbúnir. Eg taki fult undir við løgmanni, tí í hesum førinum er tað umboð fyri danska fólkið, danski forsætismálaráðharrin, sum kemur á vitjan og ikki Nyrup Rasmussen. Ikki at vilja hitta danska forsætismálaráðharran er ikki ein demonstratión móti Nyrup, men móti donsku tjóðini, og tá hava fornermaðu politikkararnir skotið heilt við síðuna av. Hvat hava vit at demonstrera mótvegis dønum ? Danska tjóðin ikki lagt ráðagerðina At sjónvarpssendingar hava víst á, at Nyrup, Schlúter, Anne Birgitte Lundholt og Fíggjareftirlitið hava lagt eina ráðagerð saman móti føroyska fólkinum, kann danska fólkið ikki lastast fyri. Eg ivist onga løtu í, at Fólkatingið fer at hava eitt vakið eyga við niðurstøðuni av bankakanningini, og tá verða ikki tiknir dagar ímillum, hvørjir persónarnir eru. Tamil sakin var eitt dømi um hvussu Fólkatingið arbeiðir. Óli og Konservativi flokkurin Tann føroyski politikkarin, ið fyrst tók tað "sterku" støðuna at vera fornermaður, var Óli Breckman, fólkatingslimur. Og sum alt, ið hevur við Óla at gera, so er alt hansara virki, ein propagandering uttan sjálvstøðuga støðutakan um rætt og rangt. Vit skulu minnast til, at ráðagerðin, sum SVF hevur greitt okkum frá, varð løgd av Anne Birgitte Lundholt og Poul Schlúter í felag. Hesi vóru bæði ministarar fyri Konservativa flokkin, og allur fyrsti parturin av føroysku sjónvarpsrøðini snúði seg júst um svikagerðina hjá Konservativu ministarunum. Men hóast hetta, so hevði og hevur Óli Breckmann onki ímóti at samstarva dagliga á Fólkatingið við Konservativa flokkin. Fornermilsi hansara er bert ein roynd at fokusera á Nyrup og soleiðis fáa fólk at gloyma, at tað vóru Konsevativu ministararnir Schlúter og Lundholt, ið løgdu ráðagerðina tilrættis. Løgmaður búgvin At løgmaður skýrir føroysku politikkararnar óbúnar, tá teir eru fornermaðir, fær meg at hugsa, hvat er løgmaður so, tá hann ikki vil taka av eini innbjóðing at vitja Bretland, tí hann er fornermaður? Ella formansskapurin á tingið, tá hann somuleiðis ikki vil vitja í Bretlandi, tí løgmaður er fornermaður ? Lesarin má sjálvur gera sína niðurstøðu. Eg taki fult undir við løgmanni, at ein fornermaður politikkari er tekin um óbúna. Bjarni, Helena og Harryson búgvin Herfyri avdúkaði SVF, at skrivarin í bankakanningini var gegniður, og hetta førdi so sjálvsagt til, at hann var skiftur út. Men tá tíðindini bórust, varð boðað til fundar í bankakanningarnevndini. Beinanvegin tóku føroysku eygleiðararnir ta "sterku" støðu, at teir vóru fornermaðir og tí ikki ætlaðu at møta tl fundar í bankakanningarnevndini.. Eitt var, um føroysku umboðini umboðaðu seg sjálvar, at teir valdu at vera fornermaðir, men hetta eru umboð løgtingsins, og tí áttu teir sjálvsagt at møtt til fundar og har umboða føroysku sjónarmiðini . At teir ikki vildu blanda seg í hvør skuldi vera nýggi skrivarin, var ein greið støða, men hetta skuldu teir sagt á røttum stað og ikki gingið í føroyskum skýmaskotum og goymt seg, tá føroyingar høvdu mest brúk fyri teimum. Eyðólv Dimon Útróðrarmenn av landinum Nógv hevur gamli sambandsflokkurin lagt navn til seinastu 3-4 árini, men nú mátti sambandsbotnurin skjótt verið náddur? Fyri umleið 4 árum síðan kom ein av okkara sakførarum fram í fjølmiðlunum og segði seg vilja vera politikara - samfelagsuppruddara. Og fólk vóru spent uppá, hvønn flokk hesin kapasitetur ætlaði sær upp í. Tað hoyrdist, at fleiri flokkar høvdu tilboðið. Hesin - ein av samfelagsins sjakalum, sum Hargaskaldið nevndi sakførararnar á sinni - skuldi til at rudda upp, vit skuldu fáa rættartrygdina aftur, dómarakanning skuldi fremjast, og fleiri kendir fyrrverandi toppolitikarar skuldu í bolt og jarn á Tremmurifa. Harumframt hevði hann loysn á øllum samfelagstrupulleikum. Sambandsflokkurin sigraði við hesi kapping eins og kapping um fleiri aðar politiskar kandidatar. Í sambandsflokkinum kundu øll brúkast sum politiskar stjørnur. Og sakførarin varð valdur við nógvum atkvøðum, og Sambandsflokkurin við øllum teim nógvu og skjótu loysnunum kom í samgongu og fekk løgmann. So nú skuldi verið laga manni. Leingi gekk ikki, so ásannaði nýggja politiska stjørna sambandsfloksins - og vit onnur við - at politiski sakførarin mátti eta tað mesta í seg aftur, tí rættartrygdin er, sum hon altíð hevur verið, dómarakanning kom eingin, eingin fyrrverandi toppolitikari er rættarliga ákærdur fyri nakað sum helst, upprudding hevur eingin verið, nei, politiski hurlivasin hevur ongantíð verið størri og ótryggari enn júst hetta skeiðið undir leiðslu sambandsfloksins, og nú seinast eru boðini frá hesum illa stadda flokki og politisku stjørnu til fólk sítt: >>Útróðrarmenn, farið av landinum, tít tit eru ein byrða fyri samfelagið<<. Álvaratos, um hetta ikki er ein politiskur botnskapari bæði fyri tann, sum bar orðini og fyri hansara flokk - botnurin fyri dugnaloysi og markleysum frekleika? Hesi boðini koma samstundis sum hin samgonguflokkurin, fólkaflokkurin, sigur seg geva skattalætta til sjófólk fyri at fáa tey aftur til landið at búgva. Her samsjóar ikki? At skíra allar okkara útróðrarmenn fyri negativar saldo'ir og berar útreiðslur fyri samfelagið, sum vit í Føroyum ikki hava brúk fyri, tað er blóðskeivt og sera lítið umhugsað. Hetta var so sambandspolitikkurin, sum skuldi loysa øll vandamál??? Hví er tað so statt hjá útróðrarmonnum í Føroyum? Tí samgongupolitikkurin seinastu árini hevur sligið feil - í hvussu so er fyri útróðrarflotan! Upp á kvamsvís hava sambandsflokkurin og fólkaflokkurin sett eina fiskidagaskipan í verk fyri at útlandið skal hava ta fatan, at vit føroyingar hava stovnsrøkt. Vit, sum búgva í Føroyum vita, at lítil og eingin stovnsrøkt er í hesi skipan, tí tann stóri parturin av flotanum - øll tey stóru skipini fiska stórt sæð ótarnað árið runt. (Tað skal kanska vera so?), meðan relativt stóra talið av smábátum, sum fiska minsta partin í tonsastali, teir eru skerdir av fiskidøgum v.m., soleiðis at teir er noyddir til at spekulera í ymiskum skipanum - herundir fiskidagaskipanini og inntøkutrygdini fyri yvirhøvur at fáa mat á borðið. Hetta er tað reina spæl fyri gallarínum og einki annað - politiskt spæl, tí veruleikin er ein annar enn tað, politikarar siga, og teir vita tað. Hetta tvætlið við fiskidøgum er til stóran ampa fyri útróðrarflotan, har hetta rakar meint, tó tað er ikki flotin u/ 20 tons, sum tømir okkara fiskigrunnar, tað er heilt vist. Nei, gevið útróðrarmonnum fyrst og fremst møguleika at fiska frítt, tá veður og streymur eru til vildar, náttúran darvar hesum parti nóg mikið sum er. Lógin um inntøkutrygd hjá útróðrarflotanum var nýggj og átti at verði endurskoðað. Eru hol har, so typpið tey, tað ynskja vit flest øll. Men 32 mill. í inntøkutrygd minka niður í 8 mill. kr.? Nei, so nógv er lógin ikki misnýtt. Hví hevur fólkaflokkurin og sambandslfokkurin so nógv móti hesum bólki av fólki okkara? Tær 32 mill. kr. til einar 1000 mans er ikki øll verðin, tá man samstundis kann játta rækjuskipareiðarum størri upphædd til bert uml. 5 skip? Og tað var møguliga neyðugt og í lagi, tað veit eg ikki, men hví tá so argur inn á útróðrarmenn? Latið vera við at reka útróðrarmenn - flotan av landinum, tí fara teir, so taka teir helst bæði bátin og familjuna við og gerast útróðrarmenn í øðrum landi. Vit hava í Føroyum eisini brúk fyri útróðrarmonnum, sum hava ført mangan fongin til lands til frama fyri okkara útflutning, nógv meira enn nakar sakførari í Tórshavn. Allir føroyingar hava rætt til at búgva og virka í sínum føðilandi. Í Føroyum var lív lagað manni, um hann hevði pláss á útróðrarbáti og trøð at velta í og annars gagnnýta. Tíðir skifta og tíðir broytast, men úti á bygd í Føroyum telja hesi virði enn, tí í væl minni lutfalli enn fyrr. Útróðrarmenninir vóru teir, sum saman við verkafólkinum á landi og øðrum fiskimonnum brutu upp úr nýggjum, tey sum løgdu lunnarnar undir okkara vælferðarsamfelag. Flippuprolitariatið í Tórshavn hevur okkara land ongantíð livað av, og tað koma vit heldur ongantíð. Sandi, hin 11.12.1997 Birgir Mohr Vágatunnilin >>Tað eru ikki ráð at fara undir Vágatunnilin nú, íløgan má útskjótast til seinni<<. Hetta sær út til at vera niðurstøðan viðvíkjandi tunnilsgerð undir Vestmannasundi. Tey, sum nýta farleiðina millum Vestmanna og Oyragjógv, ella millum Vágoynna og tann partin í Føroyum, sum vit kunnu kalla megnlandið, vita, at eitt ella annað skal gerast við trongan á hesi farleið. Hetta innsóu teir kommunalu myndugleikarnir í Vágoynni í áttatiárunum og gjørdu eitt ávíst arbeiði fyri at fáa fast samband við meginlandið. Hetta arbeiði bleiv tikið upp landspolitiskt og í 1988 bleiv byrjað at gera tunnil undir Vestmannasundi. Fíggjarliga var tó grundarlagið ikki gott nokk, tá íløgan skuldi lánsfíggjast, samstundis sum landskassin var á veg inn í alt ov stóra lánibyrði. Tað var so gott sum eingin, sum setti spurnartekin við teknisku loysnina, sum innibar at nú skuldi koyrast undir sundinum, heldur enn at sigla á tí. Fíggjarligi spurningurin einsamallur var orsøkin til at arbeiðið bleiv steðgað aftur áðrenn komið var á mál. Trýstið á farleiðina um tað mundið var ikki mett at vera størri, enn at haldast kundi fram við verandi samferðsluútbúnaði. Broyttar fortreytir Tvær fortreytir eru broyttar síðani seinas tí áttatiárunum; trýstið á farleiðina er blivið nógv størri, og fíggjarlógin gevur yvirskot. Trýstið á farleiðina er so stórt í dag, at ferðasambandið er vorðið ein sannur fløskuhálsur. Hetta merkist í størstan mun hjá teimum, sum eru bundin av farleiðini dagliga, men eisini tey, sum bert av og til nýta hesa farleið gerast skjótt klár yvir, at her má eitthvørt gerast. Vinnulívið, sum hevur brúk fyri farleiðini, missir nógva tíð og harvið pening, báðumegin sundið. Ferðafólkini uttan úr heimi og á veg í útheimin verða darvað, um so er at flogfarið ikki kemur ella fer til ásetta tíð. Tey, sum vegna sítt dagliga starv mugu um sundið, verða eisini darvað. At tað skal vera neyðugt at almennu bussarnir og postbilarnir, sum fara um sundið, skulu hava framíhjárætt, vísir í sær sjálvum at ov lítil kapasitetur er. Henda skipanin, sum er neyðug fyri uttanlandssambandið, ger so at onnur mugu koma í aðru røð, tað veri seg vinnulív og onnur ferðandi. Tann sannroynd, at ferðslan framyvir ikki fer at blíva minni, men heldur fre at vaksa í stóran mun, ger eina íløgu í farleiðina bráðneyðuga. Hin fortreytin, sum er broytt, er fíggjarliga støðan í landinum. Vit tosa nú um javnvág og yvirskot á fíggjarlógini. Hetta í sær sjálvum er tað sum ger, at vit aftur kunnu tosa um at velja hvør íløgan skal verða. Íløgan Uttan mun til hvørja íløgu, vit tosa um, so er tað ein íløga sum er stór og sum tekur eina ávísa tíð at fremja. Skal ein varandi loysn finnast, so er spurningurin, um brúkast skulu uml. 100 milliónir kr. í eina ferju og hartil hoyrandi ferjulegu, hvar ein so má rokna við, at ferjan skal skiftast út fyri hvørji 25 ár. Ella veljast skal ein tunnilsloysn, sum gott nokk kostar tað tvífalda sum íløga, men hevur longri livitíð. Tað ber sikkurt eisini til at velja eina ella aðra lappaloysn, men henda vil bert útskjóta trupulleikan og leggjast sum ein eyka byrði oman á endaligu loysnina. Sjálvstýrisflokkurin royndi at seta hol á viðgerðina - vit løgdu út við tunnilsloysn, sum mett verður at vera loysnin, sum fyrr ella seinni kemur at verða tann endaliga. Hetta fingu vit ikki loyvi til - spurningurin skuldi ikki viðgerast. Vit trúðu, at aðrir stóðu saman við okkum, men mugu í dag ásanna, at vit tíverri stóðu einsamøll. Sámal Petur í Grund Løgmaður skal umsita sjálvur Eftir hvat skilst, so fer Edmund Joensen, løgmaður sjálvur at umsita tey málsøkini,sum Sámal Petur í Grund umsat, tá hann varð koyrdur frá. Løgmaður letur frætta um løgmansfulltrúan, at hann ikki fer at býta málsøkini til hinar landsstýrismenninir - ikki fyribils, men kanska aftaná árslok. Sámal Petur í Grund umsat m.a. samferðslu, mentamál og samskiftismál, eitt nú Telefonverkið og Strandferðsluna og flogferðsluna, bert fyri at nevna dømi. ­Takksom fyri alt Á føðingardeildini á Landssjúkrahúsinum situr ein vælnøgd og takksom mamma, sum hevur havt sína gongd á Landssjúkrahúsinum í fleiri mánaðir. Sonurin Aleks var føddur tríggjar mánaðir ov tíðliga á Ríkishospitalinum, men senni vóru mamma og sonur flutt heimaftur í Herkules flogfari, og hava verið á Landssjúkrahúsinum síðani. Vónandi sleppa tey bæði heim um árslok Nú jólini stunda til, hugsa nógv um árið ið fór. Hjá summum hilnaðist árið betur enn hjá øðrum. Ein teirra, sum er væl nøgd og takksom fyri árið ið fór, er Gudný Samuelsen, og eisini maðurin Birgir og tvey børn teirra, sum eru sjey og níggju ára gomul. Vigaði 850 gram Í augsut mánað í fjør skuldi Gudný eiga sítt triðja barn, men av tí at hon fekk fostureitran tríggjar mánaðir áðrenn hon skuldi eiga, noyddist hon til Danmarkar á Ríkishospitalið, har hon átti sonin Alex, sum nú er sjey mánaðir gamal. Av tí at hon átti so tíðliga, Aleks vigaði bert 820 gram, vóru lunguni ikki nóg búgvin. Aleks fær tí eyka ilt tilførda. Hann trívist kortini væl, men hann og mamman noyðast at vera á føðingardeildini, til tað ikki longur er neyðugt við viðgerð. Vónandi sleppe mamma og sonur heim um árslok. Foreldrini hjá Aleks, Gudný og Birgir eru takksom fyri alla ta hjálp, sum tey hava fingið í sambandi við barnsburðin og seinni viðgerð av lítla Aleks. Tað vilja tey fegin vísa, við at senda læknum, starvsfólkum o.ø., sum hava verið um tey, eina heilsan. Ferðast aftur og fram hvønn dag -Tað hevur verið ein strævin, men eisini hugagóð tíð, sigur Gudný. Hon ferðast millum Landssjúkrahúsið og heimið í Saltangará hvønn dag. Mamman er hjá Aleks á Landssjúkrahúsinum um dagin, men tá hann fer at sova á kvøldi, fer hon heim til familjuna íSaltangará. Birgir er sjómaður, men hevur fingið barsilsfarloyvi at vera um tey bæðu stóru børnini, meðan mamman og Aleks eru á sjúkrahúsinum. Gudný sigur, at Aleks trívist væl. Hann vigar 11 pund, og er ein fittur, góðsligur og prátingarsamur drongur, so sum børn í hansara vanliga eru. Fyrstu tíðina eftir føðingina vóru mamma og sonur á Ríkishospitalinum, men Gudný vildu fegin sleppa heim til Føroya, tá ein tíð var umliðin. Tað var kortini ikki sum at siga tað, tí lunguni hjá lítla soninum toldu ikki at koma upp í loftløgini, sum flogfør vanliga flúgva. Í Herkules flogfari - Á Ríkishospitalinum gjørdu læknar og starvsfólk alt fyri at Gudný og sonurin skuldu sleppa heimaftur. Avgjørt var at eitt Herkules flogfar skuldu flyta móður og son heim, eftir eini óvanligari farleið. - Fyri tað fyrsta skuldi verðið vera gott, harnæst var neyðugt at flúgva so lágt, sum til bar. Flogfarið stóð at kalla tilbúgvið í nærum eina viku. Alt gekk væl og vit komu heim í øllum góðum. Teir gjørdu eitt stórt arbeiði, sum vit eru ógvuliga takksom fyri, sigur Gudný Samuelsen. Hon er eisini sera takksom fyri alla ta hjálp, sum starvsfólk og læknar á føðingardeildini hava veitt teimum. - Tað er bara ótrúligt so nógv sum starvsfólkini hava um at vera, men kortini hava tey øll verið sera lagalig og blíð móti okkum. Tað hevur ongantíð staðið á at fáa hjálp, og tey hava gjørt alt, tey eru ment, fyri okkum. - Tað eiga starvsfólk og læknar á Landssjúkrahúsinum stóra tøkk uppiborið fyri, sigur Gydný Samuelsen, sum hevur góðar stundir at hugsa um, hvussu nógv familjan hevur at fegnast um, nú Aleks er vorðin sjey mánaðir, og tey vónandi skjótt sleppa heim. Showmenn Flestu løgtingslimir halda tað vera í lagi at gera mannamun í skattamálum Tiltøk KFUK og KFUM, Tórshavn Teen-klub (13-16 ár) møtir í kvøld kl. 19 í KFUM. Opið hús hvørt fríggjakvøld í KFUM frá kl. 21-1. Samkoman Immanuel Møti verður mikukvøldið kl. 20.30. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønarmøti. Mikukvøld kl. 20: Upp-byggingarmøti. Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti. Havnar kirkja Bjarni Bæk hevur danska jólagudstænastu (militer) fríggjadagin 19. des. kl. 10. Vestmanna kirkja Í kvøld, 16. des., kl. 20: Jólasangløta. Jólini verða sungin inn. Mikudagin 17. des. kl. 15: Jólagudstænasta fyri eldri. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundur verður í Havn í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Kaffistovan er opin frá kl. 14-19 hvønn dag uttan leygardag. Mánadag kl. 17- 19 er Dagur og Vika o.a. Týsdag kl. 17.30 er døgurði. Føroysk bløð liggja frammi. Døgurðamatur, fløgur, bond, bøkur og ullvørur eru m.a. at fáa á kaffistovuni. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29 DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag, mikudagin og hósdagin: Stívt andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, hækkandi upp í landsynning, og hann veksur vindin upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, stundum skrið, 18 m/s. Fyri tað mesta ádrigið men turt. Hitin umleið 5 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Stívt andøvsgul upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Ádrigið og stundum regn. Hitin umleið 5 stig. Í dag Føroyar fara næstu dagarnar at liggja millum eitt hátrýst yvir Suðurskandinaviu og eitt lágtrýst yvir Atlantshavinum. Tað verður nógvur vindur av landsyningi, kalt og turt. Upp undir vikuskiftið nærkast brúgvaløg av útsynningi. Mikudagur 17. desember 1997 Fari at royna at fullføra uppgávuna hjá Árna Olafssyni -Tað verður eingin løtt uppgáva at skula lyfta eftir Árna Olafsson, sum hevur víst stórt hegni og dugnasemi í sínum arbeiði sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini. Men eg fari so at royna at fullføra arbeiðið, sum er at fáa skattalógina og 1. útbjóðing frá hondini sigur eftirmaðurin hjá Árna Olafsson sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini, Arne Poulsen. Nú um dagarnar útnevndi Edmund Joensen, løgmaður Arna Poulsen, vinnumálastjórin til formann í Oljuráðleggingarnevndini. Almenna frágreiðingini hjá løgmanni fyri at skifta fyrrverandi formannin í nevndini út var tann, at Árni Olafsson, sum eisini hevur verið leiðari av-Tað verður eingin løtt uppgáva at skula lyfta eftir Árna Olafsson, sum hevur víst stórt hegni og dugnasemi í sínum arbeiði sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini. Men eg fari so at royna at fullføra arbeiðið, sum er at fáa skattalógina og 1. útbjóðing frá hondini sigur eftirmaðurin hjá Árna Olafsson sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini, Arne Poulsen. nevndini, sum samráðist um markið, skal taka sær av tí arbeiðinum burturav. Løgmaður vildi við hesi avgerð uppprioritera samráðingarnar við bretar. Tað vísir seg at vera ávís fyri ikki at siga stór ónøgd við avgerðina hjá løgmanni at skifta formannin í Oljuráðleggingarnevndini út. Eitt nú hevur javnaðarflokkurin sett løgmanni fyrispurningar á tingi um hetta sama - og har varð løgmaður harðliga átalaður fyri gerð sína. Í tí orðaskiftinum, sum tók seg upp á tingi um málið, var eisini nomið við leiklutin hjá Arna Poulsen, vinnumálastjóra. Spurt varð m.a. hvussu tað kann sameinast, at Arne Poulsen er formaður í Oljuráðleggingarnevndini og skal ráðgeva sær sjálvum sum Vinnumálastjóra! Arne Poulsen sigur við Sosialin, at hann uppfatar sín leiklut soleiðis, at hann saman við øðrum skal ráðgeva landsstýrismanninum, og tað er í hesum førinum Edmund Joensen, løgmanni og harvið ikki sær sjálvum. Nýtt øki Arne Poulsen sigur annars, at hetta økið er nýtt fyri Vinnumálastýrið. Tað er nýliga, at teir hava fingið nakað við tað at gera. -Nú hevur tú verið við í Oljuráðleggingarnevndini áður! -Eg gjørdist limur í nevndini sum umboð fyri føroyskt vinnulív. Tá eg so bleiv Vinnumálastjóri var tað náttúrligt at geva pláss fyri einum øðrum persóni, sum kundi umboða vinnulívið. -Tað vísir seg, at ikki øll eru líka fegin um, at Árni Olafsson er biðin um at fara úr Oljuráðleggingarnevndini! -Hatta er so ein meting, sum løgmaður hevur gjørt sær. -Nú leggur løgmaður upp til, at umsitingin skal hava meira við hesi málini at gera, soleiðis at uppgávan hjá Oljuráðleggingarnevndini verður at minka ella halda uppat. Er hetta ein góður útviklingur? -Tað vil vera náttúrligt, at umsitingin tekur sær av teimum praktisku viðurskiftunum sohvørt tey verða meira operationell. -Metir tú tá eisini, at uppgávan hjá Oljuráðleggingarnevndini er um at vera liðug? -Tá skattalógaruppskotið og tilfarið til 1. útbjóðingarumfarið er gjørt, so er tað kanska náttúrligt at meta um, hvør uppgávan hjá nevndini skal vera framyvir. Uppá fyrispurning hvørja viðmerking hann hevur til, at Árni Olafsson nú er farin úr hesi nevndini sigur Arne Poulsen, at tað er stórt spell. -Soleiðis sum tað er komið fram bæði í tinginum og í fjølmiðlunum, so er Árni sera væl umhildin og hann er fakliga øgiliga dugnaligur og hevur gjørt eitt stórt arbeiði. -Nú hava tit arbeitt saman í nevndini. Kann nevndin vera Árna Olafsson fyriuttan? -Tað er so mett, at hatta er tann besti mátin at gera tað uppá. Ring at koma eftir Árna -Klárar tú at fylla út ta uppgávuna, sum Árni hevur tikið sær av? -Tað verður torført. Men eg skal royna at gera mítt besta. Men tað eru dugnalig fólk í bæði Oljuráðleggingarnevndini og á Oljumáladeildini somuleiðis, so hesi seinastu koma helst at fáa ein meira virknan leiklut. -Men hevði tað ikki verið náttúrligt, at Árni Olafsson slapp at gera sítt arbeiði liðugt, nú tá so lítið - men ein sera týðandi partur, er eftir! -Tað er ein meting , sum er gjørd. -Hevur løgmaður fingið tína meining um hesa endaligu meting hansara? -Tað eru farnar nógvar metingar fram um hetta, og er so endað við hesum. -Er tað óheppið, at Árni Olafsson situr í báðum støðum í senni tvs. bæði har vit samráðast við bretar um økini vit hava rætt til og har við skulu til at finna øki út til 1. útbjóðing? -Tað er tað, sum løgmaður hevur hildið og greitt frá. -Sær tú, at Árni Olafsson kortini kemur at halda fram sum ein partur av øllum oljuútviklinginum! -Tað hevði ikki verið óhugsandi, at vit fyrr ella seinni fara at venda okkum til Árna eins og aðrar, sum vit nógv um alt hetta økið. Arne Poulsen heldur annars, at tað er ein stórur vinningur, at Petur Alberg Lamhauge er komin inn í Oljuráðleggingarnevndina. Hann viðgongur, at tað er ein mangul, at tú ikki hevur havt nakran frá tí síðuni í nevndini. Sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini sær Arne Poulsen tað sum sína fremstu uppgávu at fáa endað arbeiðið við eini skattalóggávu og eini útbjóðingarrundu. Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis. Fyrstu fundurin í nevndini við tí nýggja formanninum verður neyvan hesumegin jól. Hann verður helst í januar. Arne Poulsen vónar annars, at oljulóggávan kemur ígjøgnum í tinginum skjótast til ber, men tingið skal taka sína tíð til at viðgera málið. Bora stutt frá føroyska markinum í apríl Bretska handils- og ídnaðarmálaráðið gav herfyri einum samtaki við fýra oljufeløgum atgongd til teir báðar teigarnar í tí Hvíta økinum, sum stjórnin fyrr í ár kannað sær rættin til. Farið verður at bora heilt stutt frá føroyska fiskimarkinum í apríl Tað var mikil rómur á høvuðsskrivstovunum hjá tveimum av stóru oljufeløgunum, Arco og Conoco, tá tað herfyri gjørdist greitt, at tey høvdu fingið báðar blokkarnar í tí Hvíta økinum, sum fyrr í ár vórðu bodnir út millum oljufeløgini. Saman við tveimum smærri oljufeløgum, British-Borneo og Ranger Oil, fingu tey bæði oljufeløgini hesa stóru og spennandi uppgávu - fyri fyrstu ferð nakrantíð at bora eftir olju í tí Hvíta økinum millum Føroyar og Hetland. Higartil hevur bert verið borað eystan fyri Hvíta økið, sum liggur sum eitt "ongamannaland" millum Føroyar og Hetland. Í fjør kunngjørdi bretska oljufelagið BP, at tað hevði funnið olju stutt frá Hvíta økinum. Tann oljukeldan hevur fingið navnið Suilven. Eftir hetta fundið gjørdi bretska stjórnin av at designera tveir blokkar í tí Hvíta økinum, nakað, sum ikki er gjørt áður. Mett hevur verið, at eingin fór at kanna sær partur av hesum økinum, soleingi føroyingar og bretar eru ósamdir um eitt landgrunnsmark. Orsøkin til at bretar kortini hava kannað sær tveir teigar í Hvíta økinum er fyrst og fremst tann, at roknað verður við, at Suilven-oljukeldan heldur fram úti í tí Hvíta økinum. Gjørd varð so ein eyka útbjóðing, sum bert fevnir um hetta økið og sum skuldi avgreiðast skjótari enn vanligt er. Fleiri oljufeløg og samtøk buðu uppá hesi nýggju økini og tað varð samtakið við Arco og Conoco, sum fekk blokkarnar. Fegin -Vit eru ómetaliga fegin um at hava fingið hesa spennandi uppgávu. Hetta verður okkara veruliga fyrsta avbjóðing vestan fyri Hetland sigur Jane Hill frá Arco. Hóast tú mást bora fyri at siga nakað við vissu um olju, so rokna eygleiðarar við, at tað eru meira enn 90% møguleiki fyri at finna olju her, nú Suilvenoljukeldan liggur so nær við. Tað er Conoco, sum verður operatørur. Ætlanin er at bora tveir brunnar í næsta ár. Tann fyrra í apríl. Tað verður í blokki 204(14) tvs. tí partinum, sum liggur næst føroyska fiskimarkinum. Hetta verður sostatt tann boringin, sum er næst føroyska markinum yvirhøvur. Borað verður við pallinum Sovereign Explorer, sum er ein gamal kenningur um hesar leiðir. Talan er um eitt dýpi uppá meira enn 1000 metrar. Hørð kapping Jane Hill frá Arco sigur, at tey fingu hesa uppgávuna í sera harðari kapping við fleiri onnur oljufeløg. -Vit fingu uppgávuna, tí vit hava lagt so nógv í fyrireikingarnar. Tað er gjørt eitt ómetaliga stórt arbeiði fyri at fáa uppgávuna, og tað havi eg skilt, at eisini onnur oljufeløg hava gjørt. Í tíðindaskrivi frá DTI verður sagt, at bólkurin við Arco og Conoco á odda hevði gjørt tað besta arbeiðsprogrammi fyri at kanna hesar báðar blokkarnar til fulnar. Tilsamans komu inn seks ymsar umsóknir. Roknað hevur verið við, at BP og Shell fóru at fáa uppgávuna ella part av henni, nú hesi feløgini hava funnið Suilven-kelduna í grannalagnum. Men so varð ikki. Tað hevur annars verið nakað av stríði um júst hesa útbjóðing. Føroyingar hava gjøgnum Danmark sagt bretum frá, at teir skila sær rætt til at kanna sær ein part av tí vestara blokkinum, um marknamálið sum heild fer til Haagdómstólin. Formaðurin í føroysku samráðingarnevndini, Árni Olafsson hevur eisini víst sína ónøgd við bretska stigið at kanna sær umrøddu blokkar, tí hetta hevur ávirkað javnvágina í samráðingunum. Bretska stjórnin hevur spurt seg fyri hjá oljufeløgunum, um tey av hesi orsøk eru sinnað til at taka umsóknar sínar aftur, men tey hava øll svarað, at tað eru tey ikki. Bretar hava síðani víst føroyska "kravinum" aftur. Í tíðindaskrivinum frá DTI stendur annars um teir báðar blokkarnar í Hvíta økinum, at teir hava ikki verið við í nøkrum føroyskum kravi undir framhaldandi samráðingum í meira enn 30 ár um eitt mark millum Føroyar og Bretland. Tey bæði oljufeløgini Arco og Conoco, sum hava fingið umrøddu uppgávu, eru bæði við í leitingini við Føroyar. Conoco er í bólki saman við Texaco og Murphey Oil, meðan Arco enn ongan samstarvspartnara hevur funnið sær. Arco er serliga kent fyri sítt virksemi í Alaska og USA. Felagið hevur víst Atlantsmótinum stóran áhuga og er við í leitingini vestan fyri Írland og nú eisini vestan fyri Hetland. Kvotan hækkar Í døgunum 11.-12. desember 1997 vóru samráðingar millum umboð fyri íslendskar og føroyskar fiskivinnumyndugleikar í Tinganesi í Havn. Tann føroyska samráðingarnevndin var undir leiðslu av John Petersen, landsstýrismanni og tann íslendska við Þorsteini Pálssyni, fiskimálaráðharra. Partarnir viðgjørdu føroyskan fiskiskap í íslendskum sjógvi og íslendskan fiskiskap í føroyskum sjógvi í 1996 og 1997. Partarnir samráddust um fiskiveiðimøguleikar hjá føroyskum skipum eftir botnfiski í íslendskum sjógvi. Í framhaldi av hesum samdust partarnir um, at heildarkvotan í íslendskum sjógvi verður hækkað við 500 tonsum í 1998. Av hesi heildarkvotu, sum verður 5.500 tons av botnfiski verður toskakvotan hækkað úr 700 tonsum upp í 1000 tons, meðan nøgdin av øðrum botnfiskasløgum verður óbroytt. Partarnir samdust um at halda fram við avtaluni um uppsjóvarfiskasløg. Íslendsk skip kunnu soleiðis veiða svartkjaft, 2000 tons av heystgýtandi sild, og eina økta makrelveiðu uppá 1300 tons í føroyskum sjógvi, meðan føroysk skip kunnu veiða svartkjaft og lodnu í íslendskum sjógvi. Partarnir samdust um, at lodnuavtalan skal gerast eftir somu árstíð sum fiskiárið. Partarnir hava fyribils gjørt avtalu um, at føroysk skip í tíðarskeiðinum frá 1. januar 1998 til 30. apríl 1998 kunnu veiða 15000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi og í tíðarskeiðinum frá 1. juli 1998 til 30. apríl 1999 fyribils 30.000 tons við fyrivarni um broytingar í MLV'num. Fiskimálaráðharrarn- ir løgdu dent á týdningin av 3-parts avtaluni millum Grønland, Ísland og Føroyar um umsitingina framyvir av kongafiskastovnunum og svartkalvastovninum í Norðvestur Atlantshavinum. Partarnir vóru samdir um at styrkja tað vísundaliga samstarvið, sum er millum londini, og millum annað við felags royndarfiskiskapi eftir rækjum á leiðini millum londini. Fiskimálaráðharrarn- ir viðgjørdu sjónarmið um fiskivinnuumsiting, fiskivinnu á sjógvi og landi og samstarv í millumlanda felagsskapum. Dentur verður lagdur á samstarvið í NAFO, NEAFC, NAMMCO, NASCO og viðurskiftir um tunfiskiskap, sum er nýggjur í sjóøkinum hjá báðum pørtum. Tinganes, 12. des. 1997 Frumframførsla eftir Paula Frumframførsla av verki, sum Pauli í Sandagerði hevur gjørt til orð hjá Christiani Matras verður í Listaskálanum í kvøld Í kvøld klokkan 19.3o verður konsert í Listaskálanum, har Tórshavnar Kamartrio og Duo Prima Vera fara at spæla. Millum annað verður frumframført føroyskt verk, sum Pauli í Sandagerði hevur gjørt til orð hjá Christiani Matras. Verkið ber heitið >>Nú er várt ljós sum lyktarljós.<< Pauli í Sandagerði skrivaði verkið, sum Tórshavnar Kamartrio fer at framføra, til ferð teirra í Grønlandi á páskum í ár. Tórshavnar Kamartrio er mannað av Berghild Poulsen, sopran, Bjarna Berg, klarinett og Árna Hansen, klaver. Sum vera man verður eisini jólatónleikur at hoyra í Listaskálanum í kvøld. Og tað er rættiliga fjølbroyttur jólatónleikur, Tórshavnar Kamartrio fer at spæla. Duo Prima Vera fer eisini at luttaka á konsertini í Listaskálanum í kvøld. Tey bæði, sum manna hesa duo, eru Monica Strauss, violin og Stamen Stanchew, klaver. Duo Prima Vera spælir tónleik hjá so kendum monnum sum Mozart og Corelli. Barbara/Katja Jól í Handilsmiðdeplinum í Runavík Í Handilsmiðdeplinum í Runavík eru 47 handlar Fert tú ein túr í býin í Runavík, finnur tú eitt av landsins størsta og mest fjølbroytta úrval av klæðum, prýði og ymiskum øðrum. Í Handilsmiðdeplinum í Runavík eru 47 handlar limir, eisini eru aðrir handlar sum ikki eru limir. Eitt ið er sera umráðandi fyri samstarvið er at sjálvt um handlarnir kappast, so stuðla teir eisini hvørjum øðrum. Hetta gera teir við til dømis at hava opið samtíðis. Nú tað stundar til jóla hava handlarnir í Handilsmiðdeplinum avgjørt at hava opið eitt sindur annarleiðis enn vanligt hevur verið. Jólaaftan verður stongt, men ístaðin verður opið til kl. 22.00 Tollaksmessudag. Hetta verður gjørt serliga fyri arbeiðsfólkið, sum annars ikki sleppur heim fyrr enn seint út á seinnapartin. Til jóla hava handlarnir opið soleiðis: Fríggjadagin til kl. 20.00 Leygardagin til kl . 20.00 Sunnudagin frá kl. 15.00 til kl. 20.00 Mánadagin til kl. 20.00 Týsdagin til kl. 22.00 Jólaaftan er stongt Handilsmiðdepilin ynskir øllum viðskiftafólki eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Vit skulu halda fast um somu meginreglur - Føroya Shell er ein væl rikin fyritøka, sum skal førast víðari. Og vit fara í framtíðini at halda fast um somu meginreglur, sigur nýggi stjórin á Føroya Shell, Hákun Djurhuus Frá 9. desember 1997 varð Hákun Djurhuus settur sum stjóri í P/F Føroya Shell. Hann tók við eftir Hjarnar Djurhuus, sum á móttøku fyri viku síðani, alment segði farvæl til heita sessin í oljufelagnum. Men hóast Shell í Føroyum nú hevur fingið nýggjan stjóra, fer tað ikki at hava við sær kollveltandi broytingar í fyritøkuni. - Shell er ein væl rikin fyritøka, sum skal førast víðari. Vit fara at halda fast um somu meginreglur, sum vit hava gjørt, og so skulu vit fyrihalda okkum til tær broytingar, sum fara at koma í framtíðini, sigur nýggi stjórin. - Tað er ikki ein spurningur um at markera seg sjálvan persónliga, men at reka fyritøkuna á skilabesta hátt. Umleið 65 fólk starvast í løtuni hjá P/F Føroya Shell, og tey starvast á bensinstøðunum, í tangabilatænastuni, oljufýrservicini, umsitingini og umborð á tangaskipini Magn. Høvuðsskrivstovan hjá fyritøkuni er á Viðarnesi í Havn. Royndir innan fiskivinnu fyrimunur Hákun Djurhuus fekk útbúgving sum sivilverkfrøðingur í 1986, síðani arbeiddi hann í ráðgevandi vinnuni í nøkur ár, áðrenn hann fór til Klaksvíkar at starvast hjá Northern Fish Cold Storage Ltd. Har var hann í trý ár, frá 1993 til 1996, og hann luttók eisini í leiðsluni á virkinum. Í 1996 fór hann í starv hjá Dansk Shell, og var har í eitt ár til hann nú hevur tikið við sum stjóri í Føroya Shell. At nýggi Shell-stjórin hevur royndir innan fiskivinnuna heldur hann sjálvur verða ein fyrimunur. - Stórur partur av okkara kundum eru skip og fiskavirki, og eg meti tað avgjørt vera ein fyrimunur, at eg havi starvast í fiskivinnuni og veit innanífrá, hvussu hon virkar. Eg lærdi nógv í míni tíð í Klaksvík, sum jú er fiskivinnumiðdepilin í landinum, og at eg eisini var við í leiðsluni í fyritøkuni gjørdi, at eg eisini fekk royndir á tí økinum, sigur Hákun Djurhuus. Dansk Shell eigur meirilutan av partapeninginum í P/F Føroya Shell, og tað var ein góð byrjan hjá Hákuni Djurhuus, at hann kundi starvast í danska felagnum í eitt ár. - Sjálvandi er nakað av muni millum Shell í Danmark og í Føroyum, men vit arbeiða innan somu rammur, og laga okkum so til viðurskiftini har vit eru. At eg starvaðist í Shell í Danmark gjørdi, at eg havi fingið viðkomandi royndir í einum størri oljufelag. - Nýggja starvið hjá mær er ein spennandi avbjóðing, og eg kann lova at fyritøkan í framtíðini eisini fer at halda fast um somu meginreglur sum higartil, og tær broytingar, sum framtíðin fer at hava við sær, mugu vit so fyrihalda okkum til. Mín jólabók 1997 Ymiskir høvundar hava skrivað og Olivur við Neyst hevur myndprýtt bókina Síðan 1952 hevur Mín jólabók verið trúgvur jólagestur í føroyskum heimum. Bara í 1958 kom hon ikki, tí tá valdi bókadeildin hjá Lærarafelagnum at seta øll segl fyri og geva út glæstribøkurnar, ið mong enn minnast. Tað var eitt ódnartak tá, so vit kunnu bara ásanna orðatakið: Mangt umbroytist á mansins ævi, nú litfagrar myndabøkur eru eins vanligar á føroyskum sum fremmandum máli. Í Mínari jólabók eru sum vant fyrst og fremst søgur, men eisini yrkingar, uppskriftir, skrøgg og krossorðagáta. Nógvar upprunaføroyskar søgur eru: Maud Heinesen hevur skrivað >>Einsamøll í húsi<< Elin Mortensen >>Tá ið takið fór í luftina<<, Sólrún Michelsen >>Emma<<, Erling Poulsen >>Ein raskur drongur<<, Andreas L. Jacobsen >>Harutíð og Lundalandið<<, Nina Dahl >>Jólakalendarin og Marjun<<, Maria Jacobsen >>Vón<< o.o. Mín jólabók 97 er sett, umbrotin, prentað og heft á Pf. Einars Prent. Hon er 130 bls. og kostar kr. 60. Koyribókin Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bók, nevnd >>Koyribókin<<, sum skal vera tað ástøðiliga grundarlagið í koyrifrálæruni í føroysku koyriskúlunum Higartil hevur tann norska bókin >>Veien til førerkortet<< hjá Autoriserte Trafikkskolers Landsforbund verið nýtt, men bæði Koyrilærarafelag Føroya og Bileftirlitið hava leingi havt ynski um at fáa tilfarið á føroyskum til teirra, sum skulu til roynd í sambandi við koyrikortið. Tá ið farast skuldi undir hetta arbeiðið, var norska bókin hildin at vera eitt gott støði. Tað eru teir báðir Jákup Jacobsen, koyrilærari, sáli og Theodor Hansen, sum hava staðið fyri týðingini og tillagingini til føroysk viðurskifti, og Bileftirlitið og koyrilærarar hava havt ta fakligu viðgerðina um hendur. Tekningarnar í bókini eru tær norsku, men nógvar fotomyndunum eru føroyskar. Kápumyndina hevur Ingi Joensen gjørt. Hestprent hevur sett og umbrotið bókina og Nordjyllands Bogtrykkeri hevur prentað. Hon er 211 síður til støddar og fæst til keyps í bókabúðunum fyri 120 kr. >>Koyribókin<< er góð at hava hjá sær, tá ið koyrast skal trygt og væl, bæði í Føroyum og uttanlands. Allir bilførarar eiga at ogna sær >>Koyribókina<<. Andreas Poulsen Ferjulegan Við ávísum millumbili skrivar Maria Hansen í Dimmu um ferjuleguna á fjørði. Í seinastu grein skrivar hon, >>at borgarin í Vestmanna skal gjalda 3% hægri í kommunuskatti fyri ferðasambandið í Vágar<<. Við ávísum millumbili skrivar Maria Hansen í Dimmu um ferjuleguna á fjørði. Í seinastu grein skrivar hon, >>at borgarin í Vestmanna skal gjalda 3% hægri í kommunuskatti fyri ferðasambandið í Vágar<<. M.H. skal ikki leggja 3% ella nakra skuld á Vágafólk hesum viðvíkjandi. Vágafólk vildu hava ferjuleguna syðri í Sundinum, so tey sluppu frá at sigla í norðan ­ og nú við 4 míla ferð ­ fyri at koma í sunnan. Men vestmenningar stríddust av øllum alvi fyri at fáa ferjuleguna í Vestmanna, skrivaðu greinar >>sum serkønir í Sundinum<<, at tað bar ikki til at leggja leguna syðri í sundinum. Hevur M.H. gloymt tað? Hevur M.H. gloymt, at hennara egni partamaður skuldi slíta samgonguna, um legan ikki varð løgd í Vestmanna? Var tað fyri at fáa ítróttarøki, ídnaðar- og handilsøki, smábátahavn og nýggja hvalvág, at legan skuldi liggja í Vestmanna? Víðari skrivar M.H.: >>Myndugleikarnir noktaðu Vestmanna kommunu at krevja bummpengar. Nú skal Landsstýri geva Vágamonnum loyvi at byggja undirsjóvartunnil og gjalda hann við bummpengum.<< Undirsjóvartunnilin kann ikki líknast við ferjuleguna. Við undirsjóvartunlinum hanga ongi kommunumál sum við ferjuleguni í Vestmanna, men bara ferðslan til og úr Vágum. M.H. skuldi sett bumm, har sum omankoyringin er til ferjuleguna, og áðurnevndu øki liggja tað tíð tað var, og tikið undir við Vágafólki, at legan skuldi ligið í sundinum ella í Válinum. So hevði hon havt minst 3% minni í kommunuskatti. Nú er ov seint at seta bumm á leguna, tí um stutta tíð orkar Sam ikki meira, og so verður Vágoyggin eins og Gásadalur hjartamálið hjá fólkafloksfólki í yvir 30 ár. E.S. Eg haldi, at tit, sum skriva oddagreinir í Dimmu, skulu gevast við at skriva um tað sama í næstan hvørjari grein, og tí sama anda sum >>es<< byrjaði fyri skjótt nógvum árum síðan. Hvat við at skriva um studentaskúlan í eina tíð? Annars takk fyri at tit taka tað sum tykkara uppgávu ­ sum málgagn Sambandsfloksins í Vágum. Bilumvælingar verða mvg fríar Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ætlar at gera broytingar í lógini um meirvirðisgjald. Millum annað ætlar hann at skjóta upp, at bilumvælingar skulu verða mvg fríar, eins og fleiri undantøk verða gjørd í lógini Anfinn Kallsberg fer at leggja broytingaruppskot til meirvirðisgjaldslógina fyri Tingið Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður í fígjarmálum, fer í næstum at leggja uppskot um broytingar í lógini um meirvirðisgjald fyri Løgtingið. Frá álítandi keldum hevur Sosialurin frætt, at talan er um broytingar, sum geva ávísar lættar. Til dømis skulu húsaumvælingar í framtíðini verða mvg fríar, eins og bilumvælingar verða tað. Eisini er ætlanin, skilir Sosialurin, at hárfríðkannarstovur skulu flytast undir §12 í lógini, sum gevur teimum rætt til afturrindan av allari útgerð, sum keypt verður. Tað vil siga, at fyri alt, sum nýtt verður í arbeiðinum, verður mvg afturgoldið. Tað verið seg amboð, so sum saksar og fønarar. Spegl og stólar. Teldur til at hava roknskapin á. Og vil væl til, ber helst eisini til at fáa bilin skrásettan í navninum hjá fyritøkuni. Tað eru ikki øll, sum halda tað vera serliga skilagott at hava fleiri procentsatsir, ella differentierað gjald, sum tað eisini verður nevnt. Tað hevur áður verið ávarað frá toll og skattafólki um, at tað verður trupult at umsita eina slíka skipan. Men tá vit høvdu samband við Toll- og Skattstovuna í gjár, vildi eingin siga nakað um málið. Og stjórin í Fíggjarmálastýrinum, Petur Alberg Lamhauge, var ikki at hitta, hóast roynt varð fleiri ferðir. Heldur ikki búskaparfrøðingar halda tað vera serliga skilagott at býta meirvirðisgjaldið sundur. Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, sigur, at vansin við, at meirvirðisgjaldið verður býtt sundur, er, at fyritøkur, sum hava bæði mvg skyldugar og -fríar vørur, kunnu freistast at >>flyta<< ímillum. Um so verður, at bilumvælingar verða mvg fríar, kann ein vanlig smiðja fara undir slíkar, og so er ikki torført at fáa flutt onkrar aktivitetir. Sigurd Poulsen heldur, at tað verður ógvuliga dýrt at hava nakað eftirlit við sundurbýttum meirvirðisgjaldi. Og um eftirlit yvirhøvur skal verða, verður tað rættiliga trupult at røkja, sigur hann. Roynt varð í gjár at fáa eina viðmerking frá Anfinni Kallsberg, landsstýrismanni, men hann var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar. Sámal Petur í Grund Samferðsla ella niðurgjalding av skuld Seinastu dagarnar hevur verið ført fram alment, at vit kunnu ikki gera íløgur í samferðslukervið, fyrrenn landskassaskuldin er niðurgoldin. Seinastu dagarnar hevur verið ført fram alment, at vit kunnu ikki gera íløgur í samferðslukervið, fyrrenn landskassaskuldin er niðurgoldin. Sum landsstýrismaður í samferðslumálum í gott og væl 3 ár vóru boðini, at íløgur skuldu gerast innanfyri ta játtan ella tann karm, sum tillutaður var. Tað eru ivaleyst tey sum meina, at hetta er skilagóður politikkur, kanska serstakliga tey, sum í tí dagliga ikki eru bundin av einum vælvirkandi samferðslukervi. Samferðslu- útbúnaðurin Samferðsluútbúnaðurin í landi okkara er niðurslitin og ótíðarhóskandi. Hetta merkist dagliga hjá teimum, sum hava fyri neyðini at koma yvir firðir og sund. Ferðamynstrið er so nógv broytt tey seinnu árini. Skipini eru keypt ella bygd í eini tíð, hvar tað ikki var so tíðun, at fólk ferðaðist oyggjanna millum, og slettis ikki soleiðis at tey tóku bil við sær. Hetta hevur ført til, at tey eru vorðin alt ov lítil. Tað hevur borið til at bøtt um hesi viðurskifti í ein ávísan mun við at sigla fleiri túrar á teimum ymisku leiðunum. Men eisini hesin møguleiki fer at verða troyttur fult út. Hesa sannroynd koma vit ikki uttanum, og var hon orsøkin til, at undirritaði, sum landsstýrismaður, setti arbeiði í gongd at gera støðuna upp og raðfesta tørvin, sum er á økinum. Hóast henda uppgerð og raðfesting ikki verður liðug fyrrenn í komandi ári, so er tað eingin ivi um, at íløguupphæddirnar vera øgiligar. Landskassaskuldin Samstundis sum landið stendur fyri stórum íløgum í infrastrkturin hevur landskassin stóra skuld. Bankakanningin, eftirfylgjandi kanningar og møguligar stevningar koma at vísa okkum, hvussu stór skuldin í veruleikanum er, men eingin ivi er um, at hon er stór. Tó so, verður skuldin roknað uppá hvønn borgara í landinum, so skyldar hvør borgari ikki meira enn hvør borgari í Danmark ger. Vit rinda í dag bert rentur av upphæddini, sum er skuldskrivað okkum, men sjálvandi skal henda skuld rindast aftur einaferð. Samráðingar hesum viðvíkjandi skulu, ífylgi felagslýsing millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri, fara fram í næstum. Afturgjaldstíðin Vit vita, at skuldin vit tosa um er milliardaupphæddir. Eingin veit, um nakar møguleiki er fyri at fáa eitt úrslit burturúr bankakanningini, sum minkar um landskassans skuld. Men skuldu vit verið so heppin, at bankakanningin førir við sær, at landskassans skuld verður minni enn í dag, so tala vit hóast alt um eina upphædd, sum liggur millum 4 og 7 milliardir. Eina tílíka upphædd rindar landskassin ikki aftur í eini handavending. Afturgjaldstíðin verður helst ikki niðanfyri 20 ár. Eingin ivi er um, at hesa tíðina veksur íløgutørvurin við risaupphæddum. Afturgjaldsførleikin Hyggja vit uppá afturgjaldsførleikan, so ivast undirritaði í stóran mun, um ikki ein útskjóting av íløgunum í samferðslukervið fer at gera tað ómøguligt at gjalda skuldina aftur. Um ikki vinnulívið fær teir karmar at arbeiða undir, sum tí tørvar, so minkar hetta um avkastið til landskassan og harvið afturgjaldsførleikan. Serstakliga er tað fiskivinnan á sjógvi og landi, ferðavinnan og ein spírandi oljuvinna, sum hava brúk fyri einum góðum samferðslukervi. Men eisini aðrar vinnugreinar hava brúk fyri einum góðum samferðslukervi, um tær skulu fóta sær. Eitt gott samferðslukervi er fortreytin fyri, at vit kunnu gjalda skuldina niður. Javnvág Í felagslýsing millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri frá november 1995 er ásett, at løgtingsfíggjarlógin skal javnviga frá og við 1988. Vit hava longu uppnátt at fáa javnvág á fíggjarlógina. Allar framrokningar siga, at vit í inniverandi ári koma at hava eitt fitt avlop. Hetta avlop fer inn í gjaldføri landskassans, har tað verður standandi órørt, um so er, at vit skulu halda okkum til setningin í omanfyrinevndu felagslýsing um javnvág. Tað var ein møguleiki at fingið eina upphædd av avlopinum setta av til útbygging av samferðslukervinum. Hesin møguleiki er helst farin nú. Henda møguleika royndi undirritaði at fáa samgongutinglimir til at ganga inn fyri, og fekk tað sum kunnugt fylgir. Um tað er nakar, sum fær vinning burturúr at vit verða afturútsigld, veit eg ikki. Skuldi tað verið soleiðis, so er tað helst onkur við nógvum peningi, sum enn einaferð kann upptraðka sum ein frelsandi eingil. Livst so spyrst. Jóannes Eidesgaard - er hann við at búnast? Vit politikkarar hava so lætt við at kasta eftir hvørjum øðrum, tá okkurt er sum vit eru ósamdir um. Vit eru ikki so skjótir at rósa hvørjum øðrum, tá mótstøðumenn eru skilagóðir og taka undir við okkum. Eg hevði at Jóannes Eidesgaard og Javnaðarflokkinum, tá hesin tók seg úr okkara samgongu, og eg havi fleiri ferðir mint á hetta politiska tiltak javnaðarmanna. Eg skilji framvegis ikki, hví flokkurin tók hetta stig. Í fleiri øðrum førum havi eg havt at Jóannes og flokki hansara tá formaður og flokkur hava lopið fram av. Seinastu tíðina hevur Jóannes Eidesgaard tó ment seg óføra væl. Tað sær út til at hann er í ferð við at búnast sum politikkari. Lat meg fyrst nevna ta fyrstu ferðina, ein løgmaður sá seg noyddan til at siga ein landsstýrismann upp. Hetta ger ongin til stuttleika. Eg metti hetta vera neyðugt, serliga fyri at tryggja at nýggja stýrisskipanin skal fara at virka. Jóannes Eidesgaard tók fult undir við mær í hesi tungu avgerð. Tað gjørdu Finnbogi Ísakson og Óli Breckmann eisini. Bert spell at Sjálvstýrisflokkurin ikki dugur at síggja, at tað ikki hevur so nógv við samlaða politiska samarbeiðið flokkanna millum at gera, at ein landsstýrismaður fer frá. Men tað koma teir ivaleyst at læra við tíðini. Fyri tað næsta kann eg nevna ætlaðu vitjanina hjá danska forsætismálaráðharranum. Hóast tað serliga hava verið bróðurflokkarnir í Danmark og Føroyum sum hava sitið illa um sátt seinastu árini, so dugdi Jóannes beinan vegin at síggja, at vit sjálvandi skulu taka ímóti, og tosað við Poul Nyrup. At tjóðveldismenn og fólkafloksmenn uppføra seg sum forkelaðir smádreingir nervar ikki Jóannes. Fyri tað triðja kann eg nevna spurningin um loysn at tvístøðuni millum Danmark og Føroyar um bankarnar. Mín sann um ikki Jóannes Eidesgaard fyri kortum hart og týðuliga proklameraði, at Javnaðarflokkurin ikki ætlar sær at leggja sak ímóti Danmark, men vil hava eina politiska loysn í staðin. Hetta liggur heilt tætt uppat tí, sum eg havi ført fram, og ímóti øllum tí sum Javnaðarflokkurin higartil hevur staðið fyri. Mín støða hevur alla tíðina verið, at danir, líka mikið hvat úrslitið av bankakanningini verður, eiga at gjalda ta nettoupphæddina, sum bankarnir hava kostað føroyska samfelagnum. Tað er eitt danskt mál sum ikki er yvirtikið og sum ikki kann yvirtakast. Danski fíggjarmálaráðharrin segði heilt týðuliga, at tað bar ikki til at gera eina politiska semju um hetta, fyrr enn bankakanningin er liðug. Hetta kundi fatast sum um Danmark átók sær skyldina fyri nakað, sum ikki var kannað til botns. Kanska er Jóannes eitt sindur tíðliga á sjóvarfallinum. Um úrslitið av bankakanningini skuldi vit danir á ein ella annan hátt hava >>lumpað<< undanfarin landsstýrir. Tá átti at verið upaftur lættari at fingið ta politisku loysnina, sum vit báðir, Jóannes og eg, taka undir við. Jóannes Eidesgaard byrjaði hetta valskeiðið sum ein álitismaður. Tað sær út til at hann í endanum av valskeiðinum kemur at vísa seg sum ein búgvin politikkari. Edmund Joensen, løgmaður Eg havi einki ímóti at tosa við Nyrup Onkusvegna er ein yvirskrift komin skeivt fyri í Dimmalætting, sum sigur, at Atli Hansen ikki vil hitta Nyrup, men hesum avsannar Atli Hansen. Hann hevur als ikki tosa við blaðið, og hann er heldur ikki endurgivin í sjálvari greinini Tað vóru nógvar telefonir sum kimaðu hjá Atla Hansen í Gøtu týsmorgunin. Tingmaðurin tosaði við fleiri fólk í senn, men hann hevði stundir at siga Sosialinum, at hann ikki hevur sagt, at hann ikki vil hitta forsætisráðharran, tá hann kemur hendavgein 6. januar. - Eg havi annars ongar ætlanir um at hitta Nyrup, men eg veit ikki, um hann vil hitta meg. Verði eg boðsendur, so fari eg sjálvandi at práta við hann, sigur Atli Hansen. Ikki almenn vitjan - Hvussu er og ikki, so er hetta ikki ein almenn vitjan hjá Nyrup. Ørindini eru at koma á Ríkisfundin, sum verður hildin í Føroyum. - Áður hevur hann verið hildin í Danmark, og tá í forsætismálaráðnum. Hesaferð er fundurin í Føroyum, og verður tí í Tinganesi. Annað veit eg ikki um hetta, sigur Atli Hansen. ­ Er tað óheppið, at Nyrup kemur júst áðrenn bankakanningin verður almannakunngjørd? ­ Eg veit ikki um tað beinleiðis er óheppið, men tað hevði kanska verið betur at bíða til aftaná. Sjálvi avgera, hvat vit hugsa og gera - Er tað viðmerkingin frá Piu Larsen, í Vinstraflokkinum, ið er samstarvspartur hjá Sambandsflokkinum i Fólkatinginum, sum hevur fingið teg at góðtaka vitjanina hjá Nyrup? - Tað nýtist ikki at vera Pia Larsen, sum skal siga mær hvat eg skal hugsa og gera, men hon hevur kortini rætt í, at tað er skeivt ikki at vilja tosa við forsætisráðharran. - Hava vit trupulleikar, so mugu vit práta saman.Tað er klárt. - Hinvegin, so skal Nyrup ikki fara aftur til Danmarkar og siga fólki, at vit ikki vildu hitta hann. Í tí hevur Pia Larsen rætt, men tað eru vit sjálvi, sum skulu avgera, um vit vilja ella ikki, sigur Atli Hansen. Fólkaflokkurin rennur undan sannleikanum Tað er ein sera áhugaverd grein, sum ein fólkafloksbýráðslimur í Tórshavn hevur í Sosialinum nr. 233, síðu 24. Hesin persónur skrivar, sum hann heldur seg hava skil á, tí gongur hann lætt um sannleikan. Tað vóru ikki sosialdemokratarnir sum skuldarbundu Tvøroyrar Kommunu. Skrivarin kann bert venda sær til grannskoðaravirkið Rasmussen & Weihe ella kommunueftirlitið og har fáa váttað røttu tølini, og fáa váttað, nær skuldin veruliga øktist, til tað hon er nú, men helst er tað so, at skrivarin ikki hevur áhuga fyri sannleikanum, tí hann hevur ikki húsrúm í Fólkaflokkinum. Tann meiriluti, sum tók við í 1985, tók við einari skuld uppá 74 milliónir, ein stór skuld, men hetta kom av tí, at býráðið hevði tikið lut í vinnuligari útbygging bæði á sjógvi og landi, og hevði stuðlað, ikki eftir politiskum liti ella leisti, men øll vinnulig tiltøl. Vit løgdu í vinnulívsgrunn 2% av skattinum og kundu tí úr hesum grunni gjalda kontant kommununar partapening í Tvøroyrar flakavirki. Vit bygdu tveir trolarar, her stóðu vit saman við bygdafólkinum og fakrørsluni, í dag er skuldin nærri teimum 160 milliónunum og var størri, men er niðurgoldin. Og vit eiga einki í dag uttan skuldina, tað er borgarligur politikkur, tá hann er bestur. Sum sagt, vit vóru eigarar av øllum vinnulívinum. Í dag eiga vit bert leivdirnar av førda fólkaflokspolitikkinum undir leiðslu av Páll Vang, sum bjóðaði seg fram sum ráðgevi við einum endamáli sær sjálvum til fyrimunar. Skipakeypini fyrireikað av honum hava kostað Tvøroyrar kommunu nógvar pengar. Sjálvur er hann blivin størsti ognarmaður av almennari jørð, soleiðis roynast teir sokallaðu álitismenn. At tað er órímiligt, at Føroya fólk skulu gjalda skuldina, sum Fólkaflokkurin hevur lagt á fólkið í Tvøroyrar kommunu. Tað er møguligt, men tó, tað er ikki meira órímiligt, at okkara skuld verður goldin, sum tað at skuldin sum Fólkaflokkurin legði eftir seg í Tórshavn fyri Hitafelagið sum í 1988 fekk eitt lán úr orkugrunninum uppá 20 milliónir, og úr oljugrunninum veitti landsstýrið eitt lán 24.1.1990 uppá 30 milliónir. Hvar er ætlanin, og hvar er útbyggingarøkið í Hoyvíkarhaga til 3.000 sethús? Hetta vóru fólkafloksætlanir, sum hava kostað samfelagnum nógv. So ikki ber til at kasta við gróti tá ein býr í glashúsi sjálvur. Hesa fólkafloksrokning hevur alt Føroya fólk goldið - eisini tey sum búgva á Tvøroyri. Tórshavn hevur tann stóra fyrimun, at har rennur almennur peningur í kassan við tí umsiting sum er har, ein umsiting sum verður goldin av útjaðaraøkinum. Tórshavn hevur ikki goldið nakað til nakran, heldur tvørturímóti. Tað er alt Føroya fólk, sum hevur hjólini gangandi í Tórshavn. So er tað nakar, sum skal siga takk, so eru tað tit og ikki bygdirnar. Vannstýrið av Tvøroyrar Býráð eigur Fólkaflokkurin, og nú Páll Vang bjóðar seg fram sum stillara hjá Jóannes Ejdesgaard er til tað at siga: Mangt er í neyðini nýtt. At enda vil eg gera vart við, at Jóannes Ejdesgaard eigur ikki Javnaðarflokkin, líka lítið sum fólkafloksskrivarin í Sosialinum nr. 233 eigur ta samkomu, hann er limur av. Sverre Midjord Jákup Lamhauge form. í Kommunubólkinum Viðmerkingar til Anfinn Kallsberg, landsstýrismann Undir 1. viðgerð av uppskoti landsstýrisins um ymiskar broytingar í skattalógini átalaði Jákup Joensen løgtingsmaður mannagongdina, sum landsstýrið hevði brúkt í fyrireikingini til uppskotini ­ og vísti hann serliga á, at landsstýrið ikki hevði havt kommunurnar í nóg stóran mun við í fyrireikingunum til uppskotini. Undir 1. viðgerð av uppskoti landsstýrisins um ymiskar broytingar í skattalógini átalaði Jákup Joensen løgtingsmaður mannagongdina, sum landsstýrið hevði brúkt í fyrireikingini til uppskotini ­ og vísti hann serliga á, at landsstýrið ikki hevði havt kommunurnar í nóg stóran mun við í fyrireikingunum til uppskotini. Sum viðmreking til Jákup Joensen vísti Anfinn Kallsberg á, at landsstýrið hevði sent uppskotini út til m.a. kommunubólkin (Býarfelagið), og tað einasta, sum bólkurin hevði at viðmerkja, var um spurningurin at flyta skattaálíkningina frá kommununum til landsumsitingina ­ Toll- og Skattstovu Føroya. Tá eg haldi, at landsstýrismaðurin í hesum føri gongur alt ov lætt um at siga allan sannleikan, so loyvi eg mær at gera fylgjandi viðmerkingar: Í skrivi til Kommunubólkin ­ komið 17. nov. 1997 ­ sigur Anfinn Kallsberg: >>Hjálagt verður sent til møguligar viðmerkingar ymisk uppskot til løgtingslógir viðvíkjandi skatti o.ø. vísandi til skriv frá løgmanni dagf. 20. okt. í ár, har hann biður um, at lógaruppskot og uppskot til kunngerðir, sum hava við sær broytingar í uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, verða send ávikavist Kommununevndini, Føroya Kommunufelag og Kommunubólkinum til kunningar/ummælis áðrenn hesi verða løgd fyri løgtingið, ella áðrenn tílíkar kunngerðir vrða settar í gildi. Um nakrar viðmerkingar eru, so hoyri eg aftur.<< Ikki kann sigast at Kommunubólkinum varð tillutað langa tíð at viðgera hetta stóra mál, sum landsumsitingin hevur arbeitt við í longri tíð ­ tí longu 28. nov. vórðu uppskotini løgd fyri løgtingið ­ uttan at Kommunubólkurin hevði fingið stundir at svara landsstýrinum uppá brævið. Men 4. nov. ­ aftaná at Kommunubólkurin hevði viðgjørt málið ­ varð skriv sent Anfinni Kallsberg landsstýrismanni eins og avrit av skrivinum varð sent øllum løgtingslimum, fyri at allir partar skuldu kenna støðuna hjá Kommunubólkinum, áðrenn skattamálini fingu 1. viðgerð í løgtinginum. Í skrivinum frá Kommunubólkinum verður m.a. ført fram: 1. >>Uppskotið um at seta í verk skattafrádráttir, nú kommunurnar eru lidnar við fíggjarætlaninar, sum m.a. eru tyngdar av lógarkravdum meirútreiðslum til barnaansing og til skúlaøkið, loypir ikki sørt av ólag í arbeiðið hjá bý- og bygdaráðnum og óivað eisini hjá kommunala eftirlitinum, sum eisini átti at gjørt viðmerkingar til slík uppskot. Hildið verður ikki rætt at koma við frádráttum, ið ávirka inntøkugrundarlagið hjá kommununum uttan fyrst at hava samráðst við kommunurnar og givið teimum stundir at koma við viðmerkingum.<< 2. >>Býráðini halda ikki, at tað er rætt at flyta ábyrgdina av álíkningini frá kommununum. Á fundi 28. november 1997 viðgjørdu býráðini m.a. spurningin um kommunalar arbeiðsuppgávur og kommunala ábyrgd. Skal framtíð verða fyri kommununum her á landi, er ongin ivi um, at løgtingið nú skal steðga sentraliseringsgongdini og ikki spakuliga avtaka kommunala sjálvstýrið við at flyta ábyrgd og uppgávur frá kommununum gjøgnum lóggávuvaldið so við og við. Úrslitið verður, at bý- og bygdaráðini standa eftir við innantómum kommunum, sum í veruleikanum onga uppgávu hava, tí alt tað, tær skuldu gera, er flutt frá teimum.<< Um uppskotið um skattafrádrátt til sjómenn er annars at viðmerkja, at Kommunubólkurin ikki hevur tikið støðu til rættleikan í hesum ­ men Kommunubólkurin ynskir at gera vart við ónøgd sína við arbeiðsháttin hjá landsstýrinum ­ nevniliga at seta í verk lógir, sum broyta inntøkugrundarlagið hjá kommununum aftaná at tær hava gjørt fíggjarætlanina fyri komandi ár. Vónandi eru løgtingsmenn so mikið at sær komnir, at teir vilja skilja hetta og taka støðu har eftir. Annars ynskir Kommunubólkurin staðiliga at gera landsstýrinum og løgtinginum vart við misnøgd sína um gongdina ­ nevniliga hetta, at alt fleiri málsøki, sum kommunurnar náttúrliga áttu at havt um hendi, verða flutt frá kommununum og løgd til landsstovnar at umsita. Tað er burtur við at tosa um at styrkja um fólkastýrið ella at betra rættartrygdina fyri borgararnar, samstundis sum málsviðgerðirnar verða fluttar frá lokalmyndugleikunum til annan fremmandan myndugleika. Her eru veruliga spurningar, sum kommunurnar taka við størsta álvara og seta sína vón til, at landsmyndugleikarnir vilja gera tað sama. Viðvíkjandi lógaruppskotinum um skattalætta hjá fiskimonnum Eftir at hava fylgt við umrøðuni av hesum máli, so undrar tað meg ikki sørt, at tá búskaparfrøðingar ávara ímóti at geva skattalætta nú, so verður teirra >>ekspertisa<< enn einaferð skúgvað til viks av politikkarum. Bjørn á Heygum førdi fram í samrøðu við útvarpið, at hettar var fysta stig til at fara inn og lækka skattin og lønirnar tilsvarandi, fyri á tann hátt at fáa hægri realløn. Alt hettar ljóðar sera áhugavert, men er so alt hervið sagt hesum viðvíkjandi? Tað ið eg sakni her er, at politiski myndugleikin greiðir fólki frá, hvørja ávirkan ein skatalætti við harvið fylgjandi hægri realløn, antin bert fyri sjómenn, ella fyri allar bólkar í samfelagnum, hevur uppá longri sikt. Um vit hugsa um tann føroyska búskapin, so vita vit, at í dag hava vit handilsjavnayvirskot, og kemur tað helst av tí stramma fíggjarpolitikki, ið er førdur tey seinastu árini. Fara vit inn og lækka skatt og lønir, tí tað er jú tað, ið liggur í tí, at ein lækkar skattin, so vit fáa hægri realløn, so veksur sjálvandi keypiorkan tilsvarandi og harvið nýtslan. Somuleiðis kemur hesin skattalætti til fiskimenn at kosta nógv meri enn tað ein tekur frá úóðrarmonnum, og skal tað eisini fíggjast onkursvegna. Tá vit eru í danska ríkisfelagsskapinum, so trúgvi eg onki uppá, at vit sleppa at koma í somu støðu vit vóru í í 80-unum, og tí vil politiski myndugleikin verða noyddur til at seta tiltøk í verk, fyri at tálma nýtsluni, so vit ikki fáa handilsjavnaundirskot. Hvørji tiltøk kann her verða talan um? Jú, ein kann t.d. hækka mvg-avgjøld, ella seta í verk bundna uppsparing. Alt tos um, at tað letur seg gera at veita hendan lætta, uttan at tað kemur aftur um aftur, er bert møsn. Eg veit væl, at vit hava hoyrt nógv um, hvussu góð støðan er viðvíkjandi handilsjavna o.ø. men ein og hvør veit, at við einum so følsamum búskapi sum okkara, so skal so øgiliga lítið til, fyri at alt endar galið aftur, og tí trúgvi eg onki uppá, at hettar er ein gáva til tann vanliga skattgjaldaran í longdini. Ein og hvør kann altíð finna eina rúgvu av argumentum fyri at fáa síni egnu sjónarmið ígjøgnum, og ikki minst í dag, har føroya fólk hevur verið úti í hesari sera stóru fíggjarligu kreppu, og kann ein tí freistast til at hugsa, at um fólk bert fær ein lætta eina tíð, so er nógv vunnið. Men um hesin lætti skal kosta tað, at okkara land enn einaferð skal noyðast út í eina fíggjarkreppu við harav fylgjandi avleiðingum, so er tað ein stórur spurningur hvat fólk heldur velur. Tórshavn 15. des. 1997 Ása Djurhuus Tekstmaskinan Gávan til børnini Jólini hoyra jú børnunum til, so her er okkara besta boð upp á eina vældámda gávu undir jólatrænum. CD-rom^1in við Thomas og Tim Tekstmaskinan Thomas og Tim eru tvær klassiskar hetjur í stíli við onnur stór nøvn sum Bamsu og Kjúla, Annu og Lottu og Kaj og Andreu. Nú hava tey so gjørt lopið frá sjónvarpi til PC, og tað eru tey ikki vorðin verri av ­ heldur tvørturímóti. Frá SV til PC Fyri tey fáu, ið ikki vita tað, eru Thomas og Tim brøður, sjey og trý ára gamlir, sum saman við vinkonuni Fridu og hundinum Fifi alla tíðina gera veruleikan um. Tá gerandisdagurin gerst keðiligur, gera tey ymiskar smálutir um til trøll, skjótar bilar, oyðimarkarferðaløg o.l., og spæla sjálvi super-hetjurnar. Í sjónvarpinum er tað hugflog av fremsta slag, og við einføldum miðlum er tað eydnast at flyta hugmyndina frá teknifilmi til telduspæl. Eitt av miðlunum er hin allastaðni nærstaddi Jesper Klein. Hann leggur rødd til figurarnar, og kemur stak væl frá tí. Eitt annað er ein gandastavur. Við gandastavinum kunnu Thomas og Tim til dømis gera eina trillubøru um til ein bát og eina spælibyrsu til eina veruliga byrsu. Og hinvegin, tá spælið fer fram í hugmyndaverðini, kann stavurin nýtast at síggja, hvat dreingirnir í veruleikanum gera. Einaferð enda teir í búkinum á einum hávi, men í veruleikanum spæla teir undir búkinum á eini kúgv. Superhetjurnar Thomas og Tim er tvey spøl, Skattajagstranin og Superhetjurnar, sum bæði eru gjørd eftir verandi teknifilmum. Spølini hava einar tíggju pallmyndir, har hetjurnar skulu svara nøkrum uppgávum og snúgva sær ígjøgnum nøkur rørslubrot. Millum spølini verður søgan søgd víðari við brotum úr teknifilmi. Loysnirnar liggja ikki tíbetur ikki altíð beint fyri nøsini og action pallmyndirnar eru tøkniliga einfaldar, men rættiliga stuttligar. Serliga tvídysturin millum Fridu sum toppleysa havfrúgv og hin vónleyst ástarbundna Thomas. Frida slær við stertinum, meðan Thomas roynir at nema bróstini á henni. Ikki spæl-og-lær Lagið er gott á Thomas og Tim, og ein lærir ikki annað enn at hava tað stuttligt. CD^1in er heilt reinsað fyri pedagogiskar lærureglir, og fer heilt vist at vera sera væl dámd av børnum millum seks og átta ár. Einasta at finnast at er, at spælið varir nakað stutt. Fakta Thomas og Tim skuldu kunna spælt á eini 486/66 teldu við Windows 95 og 16 MB RAM. Tekstmaskinan Gávan til tann kreativa Micrografx Windows Draw er eitt gott, bíligt og kreativt forrit, bæði til heimanýtslu og á skrivstovuni Ynskir tú eitt heilt gott og samstundis bíligt tekni- og myndaviðgerðingsforrit, er eingin ivi um, hvat tú eigur at velja. So eitur forritið Windows Draw 6. Hetta er nýggjasti layout pakkin frá Micrografx, og hann er enntá umsettur til danskt. Forritið kann alt, sum bæði ein vanligur og ein meiri tráðandi brúkari nýtist. Trý í einum Pakkin inniheldur trý forrit, tvey á donskum og eitt á enskum. Tey umsettu eru ávikavist Windows Draw, sum er eitt einfalt og brúkaravinarligt tekni- og layout forrit, og PhotoMagic, ið er eitt eins lætt myndaviðgerðarforrit. Hitt seinasta er Picture Publisher, ein meiri professionel útgáva av PhotoMagic. Forritið er so avgjørt fyri víðarikomin, men kortini gott at hava í nánd um ein hevur brúk fyri meiri framkomnum funktiónum. Tað nýggja Tað nýggja í mun til eldri útgávur av forritinum er ­ og tað kemur kanska ikki óvart á ­ at tey nú eru útgjørd við Internet-funktiónum, so at ein kann vísa sínar myndir á egnari heimasíðu, um ein hevur eina slíka. Sera lætt Annars er avgjørdi fyrimunurin við forritunum tær mongu og væl tilrættisløgdu hjálpifunktiónirnar. Windows Draw er eitt heilt vanligt tekniforrit, sum flestu okkara ikki høvdu fingið nógv burtur úr, um forritið ikki hevði tær mongu skabelónirnar. Tað finnast skabelónir til stórt sæð alt, heilt frá føðingardagskortum og brúdleypsinnbjóðingum til tíðindaskriv og uppstilling av minni roknskapum. Skabelónirnar kunnu redigerast eftir vild, og til ber at seta myndir og clip arts inn ella at skanna egnar myndir inn við PhotoMagic. Við í pakkanum er ein long røð av nýggjum donskum clip arts, sum kunnu taka dystin upp við tað annars ógvuliga amerikanska sniðið, ið framvegis eyðkennir forritini. Forritini eru av hála-og-slepp slagnum. Ikki er neyðugt at kenna snigfundigar styttingar sum RGB ella HSL til tess at velja røttu litirnar og stilla ljósið rætt. Hetta fer alt fram við at klikkja seg ígjøgnum eina røð av myndum, ið eins og ein litskali alla tíðina víðkar um litavalið. Tað er snilt og sera effektivt. Tekniforrit krevja vanliga nógv av brúkaranum, og tey verða helst ongatíð so líkatil at arbeiða við sum tey góðu tekstviðgerðarforritini. Tí eru tey mongu tutorials, sum eru innbygd í forritunum, gull verd. Har eru skeiðfunktiónir, har ein í aðrari síðuni av skíggjanum alla tíðina kann fáa vegleiðing til ta funktiónina, ein er í holt við. Stig fyri stig verður ein soleiðis fylgdur ígjøgnum gongdina. Hendan hjálpin kann sjálvandi tendrast og sløkkjast eftir vild. Fakta Windows Draw 6 hevur tað, ið skal til, og eitt sindur aftrat, og er samstundis óført at arbeiða við. Tað krevur eina Pentium við Windows 95 ella NT og 16 MB RAM og í minsta lagi 55 MB av plássi á harðdiskinum. Óhøviskt og óbúgvið Í SÍÐSTU viku komu fimm flokkar, hvørjum øðrum á baki, við yvirlýsingum um, at teir fóru ikki at >>heilsa uppá<< forsætisráðharran, tá hann kemur á >>ríkisfund<< í januar. HENDA støðan hjá Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum. Kristiliga Fólkaflokkinum og Verkamannafylkingini í andstøðu vísir einki annað, enn at hesir flokkar eru ikki politiskt búnir at stýra Føroya landi, eins og hon vísir eina politiska ómegd og óhøviskni, sum vanliga ikki eyðkennir føroyingin. VÍST er Poul Nyrup Rasmussen ikki væl dámdur í Føroyum, tí eftir teimum upplýsingum, sjónvarpssendingin >>Eitt ríkið fyri ein banka<< kundi borðreiða við, visti forsætismálaráðið og kanska eisini forsætismálaráðharrin um ráðagerðina hjá >>Føroyabólkinum<<, formanninum í fíggjarmálaráðnum Den Danske Bank ímóti føroyska heimastýrinum. MEN enn eru hesir upplýsingarnir ikki prógvaðir, og so leingi teir ikki eru prógvaðir, skal eingin dømast. Hetta verður ikki sagt fyri at verja nakran, og nógv bendir annars á, at forsætisráðharrin visti ymiskt, sum hann ikki greiddi løgmonnunum tá - bæði Atla P. Dam og Maritu Petersen - frá, sjálvt um tey spurdu, um hann visti nakað um tað, sum fór fram handan leiktjøldini. TÁ hetta er sagt, skal minnast á, at forsætisráðharrin kemur til Føroya á >>ríkisfund<< við løgmann og grønlendska landsstýrisformannin. Hann kemur ikki til Føroya at vitja føroyska heimastýrið sum so. Um so var, at hann kom at vitja heimastýrið nú, so var vitjanin ónatúrliga illa >>timað<<. NEI, tá er støðan hjá Sambandsflokkinum, Verkamannafylkingini í samgongu, Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum politisk meiri konstruktiv. Er kinkur komin í, ella er álitið farið, ber ikki til at koma á beint aftur við at renna undan. HARAFTURAT er henda støðan hjá teimum, sum ikki vilja heilsa upp á forsætisráðharran, ótaktisk, sum Pia Larsen, úr Vinstraflokkinum, segði við Útvarpið gjáramorgunin, tí nú kann forsætisráðharrin yppa øksl og siga, at føroyingar vilja ikki tosa við seg. Eisini kann hetta koma teimum á Fólkatingi, sum hava stuðlað føroyingum, aftur um brekkur, og tað er ikki uppiborið. Veðrið Veðrið í dag og hósdagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, stundum upp í skrið. Skýggjað, men turt og hitin um 5 stig. Veðrið fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin: Fyrst upp í hvassan vind av landsynningi, men seinni minkandi til stívt andøvsgul ella gul. Skýggjað og sum frálíður møguliga smáregn. Hitin um 5 stig. Í gjár: Ímillum eitt megnar hátrýst yvir Suður-Skandinaviu og eitt lágtrýst yvir Atlantshavinum rekur rættuliga turr luft komandi dagarnar móti Føroyum av landsynningi. Í dag: Framm móti vikuskiftinum nærkast brúgvaløg Føroyum av útsynningi. Hósdagur 18. desember 1997 Eyðun Nolsøe og Frændur á pallin í Havn Eyðun Nolsøe spælir til konsert fyri fyrstu ferð síðani fløgan hjá honum kom út Fyri fyrstu ferð síðani fløgan Solo kom út, fer Eyðun Nolsøe at spæla á konsert. Tað verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygarkvøldið, og saman við Eyðuni fara eisini Frændur at spæla. Frændur eigur mest seldu fløguna í Føroyum í ár, og teir vitja aftur í Havn nú leygarkvøldið. Saman við Eyðuni Nolsøe fer vanligi bólkurin hjá honum at spæla, men til tiltakið í Havn verða Kim Hansen og Kaj Johannesen eisini við sum gestatónleikarar. Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Kjølar: Vit gleða okkum til at spæla í Klaksvík og á Kambsdali Kjølar gera í vikuskiftinum eitt rend norður í landið, til Klaksvíkar og á Kambsdal Kjølar hava gjørt nógv við at spæla til konsertir, dans og onnur óalmenn tiltøk, síðani teir góvu fløguna Time út í november mánaði. Og í vikuskiftinum gera teir fýra tónleikararnir eitt rend norðureftir í landið. Fríggjakvøldið fer rockbólkurin at spæla til dans í Longbrá og leygarkvøldið verður konsert á Kambsdali. ­ Vit eru sera spentir til at sleppa at royna okkum í Klaksvík og á Kambsdali. Vit hava verið á báðum støðunum fyrr, men ikki síðani vit góvu okkara fløgu út, og tí verður serliga spennandi at sleppa at spæla har nú, sigur Henning Nicodemussen, sum slær á trummur í Kjølum. Saman við Jens Tummasi Næss, Signari í Horum, Jens Marna Hansen myndar hann rockbólkin Kjølar. Góða undirtøku allastaðni Fløgan hjá Kjølum, Time, er í løtuni útseld, og fleiri eintøk av fløguni eru á veg til landið. Eisini er stakfløgan Skýmandi kvøldið, har tveir føroyskir sangir eru á, til framleiðslu í Danmark, og innan stutta tíð verður hon at fáa til keyps eisini. Síðani fløgan kom út, hevur Kjølar spælt í Suðuroy, á Sandi og til onkur óalmenn tiltøk (jólaveitslu og líknandi), og tað hevur gingið væl. ­ Vit hava fingið sera góða undirtøku allastaðni, har vit hava verið. Á Sandi er grundarlagið ikki tað sama, sum aðrastaðni, men sum heild eru vit sera væl nøgdir við undirtøkuna, sigur Henning Nicodemussen. Gestasangari við Og tá undirtøkan hevur verið so góð aðrastaðni, eru teir í Kjølum spentir til at koma til tvey av stóru plássunum í landinum, Klaksvík og Eysturoynna. ­ Vit ætlaðu allatíðina at fara til Klaksvíkar, og hóast vit ikki fara at spæla í KÍ-høllini, vóna vit at klaksvíkingar fara at taka væl undir við okkum, tá vit spæla í Lognbrá. Klaksvík fær vitjan fríggjakvøldið og leygarkvøldið er ítróttarhøllin á Kambsdali karmur um stóra konsert. Tá fara teir fýra í Kjølum at hava ein gestasangara við sær. Tað er Laila Carlsen, sum syngur saman við Kjølum á nýggju ÚF-fløguni. Hon fer eisini at syngja nakrar sangir saman við Kjølum á Kambsdali. Kunnu lesa Kolvetnisverfrøði í Føroyum Uppbygging av serkunnleika innan Kolvetnisverkfrøði Í februar í ár skrivaðu Fróðskaparsetur Føroya og Høgskolen í Stavanger undir eina samstarvsavtalu um uppbygging av kompetansu. Sum eitt úrslit av hesum hava stovnarnir gjørt eina lestrar skrá fyri kolvetnisverkfrøði, sum fer standa studentum í boði, sum byrja á Náttúruvísindadeildini á sumri 1998. Arbeitt verður nú við at útfylla aðrar partar í samstarvsavtaluni millum Fróðskaparsetur Føroya og Høgskolen í Stavanger viðvíkjandi uppbygging av serkunnleika innan gransking og útbúgving. Í dag er avmarkaður førleiki í Føroyum til gransking og undirvísing viðvíkjandi kolvetnisverkfrøði, og í eini uppbyggingarfasu er neyðugt at fáa førleika higar í samstarvi við útlendskar stovnar og serfrøðingar. Statoil hevur boðað frá, at felagið er sinnað at sponsorera eitt sokallað professor-II starv innan kolvetnisverkfrøði á Fróðskaparsetrinum. Ein professor-II er ein persónur við professaraførleika, ið hevur eitt ávíst tíðaravmarkað tilknýti til eitt universitet, vanliga 20% av einum professarastarvi í 5 ár. Henda skipan er ikki áður roynd í Føroyum, men er vanlig í m.a. Noregi. Væntandi fæst skipanin í lag tíðliga í komandi ári. Brá Nú tað eru fimm ár síðani Brá kom út verður innihaldsyvirlit fyri øll 20 bløðini givið út. Innihaldsyvirlitið er í tveimum. Í fyrra parti er tilfari skipað eftir høvundunum at greinunum, ummældu bókunum og listafólkunum. Seinni partur av innihaldsyvirlitinum skipar greinirnar eftir heiti á greinum og verkum. Yvirlitið er gjørt fyri at lætta um teimum mongu, sum brúka tilfarið í tíðarritinum Brá í undirvísing, gransking og midling annars. Rógvi Thomsen hevur lagt innihaldsyvirlitið til rættis og Astri Luihn hevur gjørt myndirnar á permunum. Hestprent hevur staðið fyri prentingini. Samstundis verður sagt frá, at blaðstjórnin í Brá hevur lagt frá sær, partafelagið, sum gav tað út, er strikað og tíðarritið kemur ikki út aftur. Brá var eitt mentanartíðarrit, sum kom út í ellivu ár frá 1982. Hesi árini mundi Brá vera tað blað, hagar bókmentaáhugað leitaðu sær fyri at finna ummæli og bókmentagreinir, nýskrivaðan skaldskap og umsetingar. Umframt at leggja dent á at fáa umæli til vega royndi blaðstjórnin alla tíðina at fáa samfelagsligt tilfar í blaðið. Eitt annað hjartamál vóru myndirnar. Brá skuldi hava gott og upprunaligt myndatilfar. Myndirnar skuldu ikki bert illustrera tað skrivaða, ætlanin var at tað skuldi tala fyri seg - tí vóru stundum myndasíður burturav og nógv var alla tíðina gjørt burtur úr permumyndunum. Mong, bæði høvundar og myndlistafólk, eru fyrstu ferð komin á prent í Brá - og Brá legði seg eisini eftir at skapa kynjajavnvág. Brá varð stovnað við stuðuli úr Norðurlendska Mentanargrunninum, og einaferð hevur tað søkt og fingið stuðul úr Mentanargrunni Løgtingsins. Annars hvíldi útgávan í sær sjálvari. Tey fyrstu árini varð Brá prentað í Danmark, á eini sera hugnaligari og beinasamari prentsmiðju í Ringe á Fyn. Fyrst í 90'árunum gjørdust umstøðurnar at fáa tað prentað heima lagaligari, og blaðstjórnin hjá Brá hevur arbeitt saman við Inga Joensen. E.O-prent og Hestprent. Teimum takkar Brá fyri sera gott samstarv. Brá hevði ein sera stóran haldaraskara. Eina tíð taldi hann næstan 700 haldarar og nú vit senda innihaldsyvirlitið út eru teir 550. Við hesum endabresti fer blaðstjórnin hjartaliga at takka teimum mongu trúgvu haldarunum. Eina serliga tøkk hava teir mongu ídnu og beinasomu høvundarnar og myndlistafólkini uppiborið - tey fingu ongantíð annað afturfyri enn fríeintak av tíðarritinum. Brá hevði sína tíð, hon endaði, men vónandi finna onnur sína og taka við har Brá slepti. Føroyingar sleppa eisini til HM Fótbóltur: Áhugaðir føroyingar kunnu keypa atgongumerki til dystirnar í HM-endaspælinum í Fraklandi gjøgnum FSF Fótbóltsáhugaðir føroyingar, sum hava ætlanir um at fara til HM-endaspælið í Fraklandi næsta summar, hava møguleika at skaffa sær atgongumerki til allar dystirnar gjøgnum Fótbóltssamband Føroya. Tað er longu fleiri føroyingar, sum hava vent sær til FSF, fyri at fáa teir at skaffa atgongumerki til ávísar dystir í endaspælinum, og fyrstu bíleggingarnar hjá FSF eru longu sendar høvuðsskrivstovuni hjá altjóða fótbóltssamgonguni FIFA í Zürich. Sum luttakari í HM-undankappingini sleppur eisini føroyska fótbóltssambandið fram at teimum nógv ynsktu atgongumerkjunum til HM-endaspælið. ­ Vit eiga onga ávísa kvotu ella tal av atgongumerkjun til hvønn dystin, men vit kunnu bíleggja okkum tey atgongumerkini, sum vit hava brúk fyri, og so ger FIFA av, um vit kunnu fáa okkara ynski eftirlíka, sigur Ísak Mikladal, sum er aðalskrivari í FSF. FSF hevur áður bílagt atgongumerki til EM og HM-endaspøl, og hvørjaferð hava teir fingið øll atgongumerkini, teir hava biðið um. Tað hongur saman við, at parturin, sum Føroyar skal hava, er so lítil av tí samlaða eftirspurninginum, at tað ynskini verða eftirlíkað okkum. Skal bíleggjast sum skjótast Í skrivi, sum FIFA hevur sent FSF fyri viku síðani, verður gjørt greitt, at talið av atgongumerkjum til teir ymsu dystirnar eru avmarkaðir, og at tað verður ikki avgjørt fyrr enn allar bíleggingarnar eru komnir inn, hvussu nógv hvør fær. FIFA hevur fingið 20% av samlaðu atgongumerkjunum at ráða yvir, og tað eru hesi, sum verða býtt út til tey ymsu sambondini. Helst hevur FIFA okkurt innanhýsis skjal at ganga eftir, tá býtingin skal gerast, men hetta kennir FSF einki til. Men tað er stórur uggi hjá teimum, sum ætla sær avstað, at tað ongantíð áður hevur verið trupulleiki at fingið júst tey atgongumerkini, sum føroyingar hava ynskt sær. Teir føroyingar, sum ætla at bíleggja sær atgongumerki til teir ymsu dystirnar, skulu gera tað áðrenn 10. januar, tá FSF skal senda endaligu bíleggingarnar avstað til FIFA. Í blaðnum í dag hava vit yvirlit yvir allar dystirnar í endaspælinum, teir hava fingið hvør sítt nummar, og hesi nummur kunnu fólk uppgeva, tá tey senda FSF bíleggingar. Bíleggingarnar skulu verða skriftligar og kunnu sendast við posti ella við faxi. FIFA hevur sett prísir á atongumerkini, og teir hava vit eisini tikið við í yvirlitið. Tað kostar sum vera man flest pengar at fara til fyrsta dystin og teir seinastu dystirnar, tá avgerin um HM-heitið verður tikin á leikvøllunum í Fraklandi. Ymiskir prísir Tey, sum hava verið til dystir uttanlands, vita, at prísirnir til ein dyst á slíkum støði eru ymiskir, alt eftir hvussu gott pláss tú vilt hava, og soleiðis er eisini í endaspælinum í Fraklandi. Í yvirlitinum yvir dystirnar hava vit sett upp prísirnar til tey bestu plássini og hini plássini. Skalt tú til fyrsta dystin, sumer millum Brasilia og Skotland, og sum verður spældur Saint Denis mást tú gjalda yvir 1400 krónur fyri bestu plássini og umleið 225 fyri tey bíligastu. Tá komið verður fram til seianstu og avgerðandi dystirnar í kappingini, fara prísirnir upp í loft aftur. Meðan tað ber til at sleppa til innleiðandi dystirnar fyri undir 200 krónur, mást tú í minsta lagi gjalda 340 krónur fyri eina semifinalu og 400 krónur fyri finaluna. Skalt tú hava gott pláss til finaludystin, sum verður í Saint Denis mást tú av við yvir 3300 krónur. Prísirnir, sum eru uppgivnir í yvirlitum eru franskir frankar, og í løtuni eru kursurin á honum umleið 113. Danmark serligan áhuga Tað eru helst dystirnir hjá danska landsliðnum, sum hava serligan áhuga hjá føroyingarum, men skalt tú fylgja dansa landsliðnum, mást tú verða til reiðar at ferðast nóg, tí lagt verður fyri har norðuri og næsti dysturin er heilt har suðuri. Danmark leggur fyri í Lens 12. juni, tá spælt verður ímóti Saudi Arabia. 18. juni verður spælt móti Suðurafrika í Toulouse, og seinasti innleiðandi dysturin er móti Fraklandi í Lyon 24. juni. Skuldi hugurin verið at steðga eftir í Lens eftir fyrsta danska dystin, koma lond sum Kroatia, Týskland, Spania, Bulgaria og Jugoslavia eisini fram við har, umframt at ein 1/8 finala eisini verður í býnum. Nr.StaðDatoDystur1. prísur2. prísur3. prísur4. prísur 1St. Denis10/6Brasilia-Skotland1250850500200 2Montpellier10/6Marokko-Noregi350250145 3Toulouse11/6Cameroun-Eysturríki350250145 4Bordeaux11/6Italia-Chile350250145 5Lens12/6Saudi Arabia-Danmark350250145 6Marseille12/6Frakland-Suðurafrika350250145 7Montpellier12/6Paraguay-Bulgaria350250145 8St. Denis13/6Hollan-Belgia350250185145 9Lyon13/6Suðurkorea-Mexico350250145 10Nantes13/6Spania-Nigeria350250145 11Lens14/6Jamaica-Kroatia350250145 12St. Etienne14/6Jugoslavia-Iran350250145 13Toulouse14/6Argentina-Japan350250145 14Paris15/6Týskland-USA350250145 15Lyon15/6Rumenia-Columbia350250145 16Marseille15/6England-Tunis350250145 17Bordeaux16/6Skotland-Noregi350250145 18Nantes16/6Brasilia-Marokko350250145 19St. Etienne17/6Chile-Eysturríki350250145 20Montpellier17/6Italia-Cameroun350250145 21St. Denis18/6Frakland-Saudi Arabia350250185145 22Toulouse18/6Suðurafrika-Danmark350250145 23Paris19/6Nigeria-Bulgaria350250145 24St. Etienne19/6Spania-Paraguay350250145 25Marseille20/6Holland-Suðurkorea350250145 26Bordeaux20/6Beliga-Mexico350250145 27Nantes20/6Japan-Kroatia350250145 28Paris21/6Argentina-Jamaica350250145 29Lens21/6Týskland-Jugoslavia350250145 30Lyon21/6USA-Iran350250145 31Montpellier22/6Columbia-Tunis350250145 32Toulouse22/6Rumenia-England350250145 33St. Denis23/6Italia-Eysturríki350250185145 34St. Etienne23/6Skotland-Marokko350250145 35Marseille23/6Brasilia-Noregi350250145 36Nantes23/6Chile-Cameroun350250145 37Lens24/6Spania-Bulgaria350250145 38Lyon24/6Frakland-Danmark350250145 39Toulouse24/6Nigeria-Paraguay350250145 40Bordeaux24/6Suðurafrika-Saudi Arabia350250145 41Paris25/6Belgia-Suðurkorea350250145 42St. Etienne25/6Holland-Mexico350250145 43Montpellier25/6Týskland-Iran350250145 44Nantes25/6USA-Jugoslavia350250145 45St. Denis26/6Rumenia-Tunis350250185145 46Lens26/6Columbia-England350250145 47Lyoun26/6Japan-Jamaica350250145 48Bordeaux26/6Argentina-Kroatia350250145 49Paris27/62. umfar (1A-2B))500300200 50Marseille27/62. umfar (1B-2A)500300250200 51St. Denis28/62. umfar (1D-2C)500300200 52Lens28/62. umfar (1C-2D)500300200 53Montpellier29/62. umfar (1F-2E)500300200 54Toulouse29/62. umfar (1E-2F)500300200 55St. Etienne30/62. umfar (1H-2G)500300200 56Bordeaux30/62. umfar (1G-2H)500300200 57St. Denis3/7Fjórðingsfinala (V50-V52)750490350250 58Nantes3/7Fjórðingsfinala (V49-V51750490250 59Lyon4/7Fjórðingsfinala (V53-V56)750490250 60Marseille4/7Fjórðingsfinala (V54-V55)750490250 61Marseille7/7Semifinala (V57-V59)18501150300 62St. Denis8/7Semifinala (V58-V60)18501150800300 63Paris11/7Dystur um 3. pláss (T61-T62)500300200 64St. Denis12/7Finalan (V61-V62)29501750950350 Prísirnir eru uppgvinir í fronskum frankum. Í gjár var kursurin 113 Verdug bók um søguna hjá B36 Fótbóltur: Rennið dreingir er ein sterk eind av frásagnum frá bæði eldi og nýggjari tíðum Nú bóltfelagið B36 er farið um tey 60, aftur er ovast á trúnuni, og hevur vaksið til eitt tað størsta fótbóltsfelagið í landinum, verður søgan um felagið útgivin í bók. Í gjár kom bókin í sølubúðirnar, og fram til jóla man hon fara at teljast millum tær mest seldu bøkrnar. Og tað er einki løgið í tí. Tí umframt at felagið, sum nú føroyameistari altíð fær góðan stuðul, er Rennið dreingir ein frálík bók og ein upplýsandi og áhugaverd ferð gjøgnum søguna hjá B36. Ritstjórnin, sum hevur verið mannað við Hans Jacob Egholm, Hannis Egholm og Emil L. Jacobsen, hevur greitt úr hondum eitt valaverk, og bókin hevur eina av síni stóru styrki í teimum mongu myndunum, sum Hans Jacob Egholm hevur savnað saman við Álvi Haraldsen og Carl Mortensen. Tá ein slík bók skal gerast er nógv at taka fat í, og á bæði áðrenn farið undir arbeiðið og undir arbeiðnum skulu nógvar avgerðir takast um innihaldið, stílin og formin. Hetta ger ritstjórnin eisini greitt í innleiðinginum, og teir siga, at teir hava valt ikki at gera so nógv burtur úr taltilfari, tað vil siga hagtølum. Og tað hóast tað er ein val, sum er tikið, er tað ein veikleiki fyri bókina, at fleir hagtøl ikki eru at finna í bókini. Víst er tað eitt fínt hugskot at hava við úrslitini hjá B36 í landskappingunum gjøgnum tíðina, men tað kundi verið rættiliga áhugavert at fingið onnur hagtøl fyri felagið til skjals í bókini. 1. lið fær sum vera man drúgva umrøðu, tí tað er altíð besta liðið í felagnum, sum fram um hini er við til at mynda felagið. Og í bókini er uppgerð yvir hvørt ár sær, og upplýst hvørjir spælarar hava spælt á liðnum, hvussu úrslitini hava verið, og eisini verður ein uppstilling gjørd, sum var vanlig júst tað árið. Umframt at hetta eru hentar upplýsingar, er tað eisini meiri lesaravinarligt at detta niður á síður, sum ikki bert leggja avstað við endaleysum orðum, men eisini innihalda, sum í hesum førðum, nógv góð yvirlit. Tá Zakrewski fekk sekkin Bókin er uppbygt soleiðis, sum væntast kann, lagt verður fyri við byrjanin, tá felagið varð stovnað, og síðani verður lagt til brots at greiða fyri einum ári fyri og øðrum eftir, til komið verður fram til 1996. Á hesi ferð verður greitt frá, hvussu hvørt einstakt ár gekk, um serligar hendingar í árinum, um spælarar, sum gjørdu seg merktar, og kut eru eisini úr bæði fjølmiðlum og gerðabókini hjá felagnum. Tá komið verður fram í tíðina, hava teir í ritstjórnin uttan iva sjálvir vitan um tað, sum er farið fram í felagnum, og tað styrkir avgjørt um trúðvirði hjá bókini, at farið verður ikki lætt um allar keðiligar hendingarnar, sum hava verið í felagnum. Eitt dømi er, tá pólski Wiesiek Zakrewski, sum bæði var málverji og venjari í felagnum í 1994, fekk sekkin. Grundgevingin fyri tí verður løgd á borði í bókini: >>Hann (Zakrewski) dámdi væl tað váta slagið. Hetta ávirkaði liðið og serliga tann unga Apalkov, sum hann búði saman við. Heilt galið gekst tað, tá B36 skuldi inn til Runavíkar í landskappingini til seinasta dystin undan summarsteðginum. Tá stóð alt í hálvum gekki, liðið var ikki sett, spælið ófyrireikað og úrslitið hareftir. Eftir hendan dystin, sum NSÍ vann 3-0, fór Zakrewski til Póllands at ferðast, og hann kom ikki aftur.<< Í serstøkum pørtum av bókini verður greitt frá ungdómsfótbóltinum, kvinnunum, ferðum uttanlands, um húsini, B36-sangir eru við, og síðsti parturin av bókini snýr seg um framúr góða árið 1997, tá B36 endurvann FM-heitið. Myndirnar í bókini eru ein stór styrki, og tað er frálíkt at síggja, at ritstjórnin hevur verið nærløgd við myndatekstum. Og tað er stuttligt út frá myndunum at staðfesta, at ein fyrrverandi HB-formaður hevur spælt í HB, og løgtingskvinna var við, tá B36 vann royndarkappingina um FM-heitið hjá kvinnum í 1984. Samanumtikið ein snotuliga og spennandi bók, sum er uppsett innbjóðandi og lesaravinarliga, og sum er ein verdug ferð gjøgnum søguna hjá B36. FSF-formaðurin er á fundi hjá UEFA Fótbóltur: Tórleif Sigurðsson er í Geneve á fundi hjá ungdómsnevndini hjá UEFA Oddafiskurin í føroyskum fótbólti, Tórleif Sigurðsson, er í hesum døgum staddur í Genevem har hann er við á fundi hjá UEFA. Formaðurin í FSF er limur í ungdómsnevndini hjá UEFA, og tað er hon sum fundast í Geneve í hesum døgum. Hetta er ein árligur fundur, sum vanliga er stutt undan jólum. Á fundinum verða ymiska mál viðgjørd, og lutakastini til EM-undankappingarnar hjá U16 og U18 landsliðum verða eisini gjørd í sambandi við hendan fundin. Eisini verða lógirnar fyri undankappingarnar fyri ungdómslandslið endurskoðaðar, og møguligar broytingar verða so gjørdar á hesum fundi. Tórleif Sigurðsson fór úr Føroyum týsdagin, og í gjár og í dag eru fundir í Geneve. Í kvøld vendir FSF-formaðurin nøsina heimaftur. Føroysk ungdómslandslið í fótbólti hava í fleiri ár verið við í undankappingum til EM og HM, og ætlanin er eisini, at miðvísa arbeiði við teimum ungu spælarum skal halda fram. Samstarvið í FS Vágum skal styrkjast Fótbóltur: Sørvingar hava hug at koma við í FS Vágar, har miðvingar og sandavágsmenn hava samstarvað síðani 1994 Nú er líkt til, at samstarvið innan fótbóltin, sum hevur verið millum vágamenn í fleiri ár, verður styrkt. Útvarpið visti í gjár at siga, at fleiri fundir hava verið millum FS Vágar, sum umfatar MB og SÍF, og einasta felagið uttanfyri, SÍ úr Sørvági. Miðvingar og sandavágsmenn hava síðani 1994 samstarvað í FS Vágum, og fyrsta árið, at liðini tóku seg saman um eitt lið, fór FS Vágar úr 2. deild og upp í 1. deild hjá monnum. Har hevur liðið síðani spælt til tað fyrr í ár flutti niður úr 1. deild, eftir tveir dystir móti TB. 1995 var besta árið hjá FS Vágum, tí tá endaðu teir á sætta plássið í 1. deild hjá monnum, frammanfyri lið sum TB, KÍ og NSÍ. Í 1996 stríddist liðið í botninum, og tað kláraði frísak við at vinna tveir niðurflytingardystir móti EB/Streymi. Í fjør var gongdin enn verri enn í 1996. At byrja við var verulig kreppa í felagnum, tí spælararnir møttu ikki til venjingar og áhugin fyri at spæla fótbólt tóktist hava nátt botninum. Eftir kreppufundir gjørdist støðan betri, men úrslitini vóru ikki góð. Ikki fyrr enn í næsta dystinum í 2. umfari fekk FS Vágar sítt fyrsta stig. Men at enda máttu teir lúta fyri TB og fluttu niður í 2. deild. Nú ætla miðvingar og sandavágsmenn at fáa sørvingar við í samstarvið, fleiri fundir hava longu verið, og helst verður avtala gjørd áðrenn komandi kappingarár byrjar. Tað er munur á monnum Yvirfyri Gudi eru vit øll líka, men so er alt sagt. Vit eru ikki øll eins. Tað er munur á fólki. Samfelagið tørvar okkum øll, men vit eru ikki øll líka virkismikil fyri samfelagið. Fiskimaðurin og flakakvinnan eru tey týdningarmestu fólkini í føroyska samfelagnum. Hesi eru tey, sum skapa virðini, sum øll onnur njóta gott av. Tað er mær ófatuligt at hoyra, hvussu fólk í tryggum, yvirbetaltum almennum størvum í Tórshavn hóreiggja sær av uppskotinum at geva fiskimonnum ein skattalætta. Eg meti meg sjálvan ikki til hálvan skógv við ein fiskimann í Sandoynni í samfelagsvirði, og hevði eg ikki havt ilt av, um hann so fekk 25% í skattalætta. At vera fiskimaður er eitt hart knoss, sum slítur ein niður likamliga. Og ikki er tað heldur ein dansur á rósum hjá einari flakakvinnu at standa í dagavís við reinskeriborðið við haldi í rygginum, móð í knøunum og ikki at gloyma tíðarmerktu sjúku síni, at passa sítt arbeiði í larmi og gjóstri. Øll skul hava tað sama verður sagt. Hví fær so ein fiskimaður ikki tað sama í løn sum ein tænastumaður í Føroyum fær? Sannleikin er tann, at í Føroyum er eitt andskramiligt órættvíst stættasamfelag, har 55% av fíggjarlógini fer at gjalda ein av heimsins størsta óproduktiva almenna sektor. Skatturin má vera høgur, fyri at gjalda alt hetta marglæti av almennum aðalstjórum, undirstjórum, fulltrúum, almennum farloyvum, og fyri ikki at tosa um allar pedagogarnar, sum hava tað so ringt?? Ein útholað skipan, sum verður útnyttað á skammiligan hátt! Ein eigur ikki at gjalda meira enn 30% í skatti, tá verður aftur trivnaður. Hetta krevur tó, at almenni sektorurin verður minkaður eina helvt. Men tað er nokk burturvið at ímynda sær hetta, nú næstan alt á landi situr á almennu greinini við sínum yvirhøvur óproduktiva arbeiði. Eg unni so hjartaliga fiskimonnum skattalættan. Tá hann er rýmdur av landinum, verður øskukalt. Tórur Johannessen Ein ræðsla og onnur Í eina tíð hevur tað verið alment kent, at danski forsætismálaráðharrin hevur ræðst føroyingar so illani, at hann ikki torir at vitja land okkara. Nú er so eitthvørt fyri framman, sum hann ræðist verri enn okkum og kemur hann tískil til Føroya á ríkisráðsfund 6. januar. Eisini boðar forsætismálaráðharrin frá, at hann ikki ætlar at tað skal verða við hetta, nei hann ætlar at koma ein túr afturat, saman við konu síni, seinni út á sumri. Nú er tað soleiðis, at ein skal verða varin tá gitingar verða grundarlag undir niðurstøðum, tí eru gitingarnar skeivar, so gerast niðurstøðurnar eisini skeivar. Men eingin ivi er um, at nú er vent í holunu. Tá vit eru tey somu, og eingin nýggj tíðindi, sum tala til hansara fyrimun eru komin fram, tvørturímóti, so má tað ivaleyst verða eitthvørt, sum hevur gjørt verandi ræðslu hansara fyri føroyingum til smáting. Bankakanningin Góða viku eftir at forsætismálaráðharrin fer av aftur landinum, kemur úrslitið av nógv umrøddu bankakanningini út til almenningin. Tað at hann velur at koma áðrenn úrslitið av bankakanningini er almannakunngjørt, kann kanska vera ein ábending. Vit hava fyrr hoyrt, at tað eru persónar sum hava fingið ábendingar um ávíst sum kanningin fer at avdúka, ella kanska ikki fer at avdúka. Leiðslan fyri Den Danske Bank valdi at siga frá, at næsti forstjóri í bankanum verður Peter Straarup, tá teir høvdu fingið ábendingar um, at hann ikki komí neyð av úrsliti bankakanningarnar. Eisini Anna Birgitte Lundholdt lat frætta, at hon hevði fingið ábendingar um, at hon ikki kom í neyð av bankakanningini. Seinastur í røðini at siga frá sínum ábendingum í hesum máli, er so Jóanes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins, sum í seinnu helvt av vikuni ið fór, segði frá, at tær ábendingar hann hevði fingið, vóru eitt gott grundarlag fyri at samráðast við donsku stjórnina, heldur enn at royna málið løgfrøðisliga, tá hetta fór at taka langa tíð og kosta nógvan pening. Ja, hann legði afturat, at hetta helst kundi geva okkum eitt betri úrslit og var ruddiligari og enntá meira taktiskt. Fyrst av øllum, so tykist tað ikki sørt ørkymlandi, at tað eru persónar sum fáa ábendingar um úrslitið av bankakanningini, sum annars skuldi verið umgyrd av tøgn til úrslitið fyriliggur. Eitt annað sum ørkymlar er, at formaður javnaðarflokksins, beint uppundir vitjanina hjá formanninum í danska javnaðarflokkinum, kemur við uppskot um at lata tað løgfrøðisliga í bankakanningini vera líka mikið, og heldur samráðast við donsku myndugleikarnar, í hesum føri við formanni danska javnaðarfloksins á odda. Rætt skal vera rætt Tað løgfrøðisliga er einasta trygd fyri at tað sum rætt er verður rætt. Trygd fyri at nakað fæst burturúr samráðingum við donsku stjórnina hava vit ikki, og royndirnar á hesum øki tala við ræðandi dømum. Nei, latið okkum ikki gloyma, at her hava vit ikki við amatørar at gera, men royndar myndugleikar hvørs hjarta liggur langt av landi skotið. Latið okkum fáa úrslitið av bankakanningini og lat so rætt vera rætt. Vit eiga at boða frá, at vit eru fólk ið ikki eru til sølu Hetta er einasta gongda leið, um vit sum føroyingar skulu kunna ganga við røttum ryggi og lyftari pannu. Sámal Petur í Grund Eyðólv Dimon Fólkaflokspolitikkur er atskerja almanna- og heilsuøkið At valfelag Fólkafloksins í norðuroyggjum mótmælir skerjingum á Klaksvíkar sjúkrahúsið er púra óskiljandi, tí skerjingar á almannaøkinum, og herundir eisini heilsuøkinum, er júst í tráð við politikkin hjá Anfinni Kallsberg, Rúnu Sivertsen og Fólkaflokkinum At valfelag Fólkafloksins í norðuroyggjum mótmælir skerjingum á Klaksvíkar sjúkrahúsið er púra óskiljandi, tí skerjingar á almannaøkinum, og herundir eisini heilsuøkinum, er júst í tráð við politikkin hjá Anfinni Kallsberg, Rúnu Sivertsen og Fólkaflokkinum. Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt Fólkaflokkin, uttan nakað mótmæli úr valfelagnum í Norðoyggjum, føra fram at vit mugu skerja almennu útreiðslurnar, og hetta meinast eisini við Klaksvíkar sjúkrahús. Somuleiðis er hetta at gera tey gomlu og sjúku til kastibólt hjá politikkarunum, og hví látast nú at vera ímóti hesum politikki. At vilja broyta Føroyar til eitt lágskattaland er júst tykkara politikkur, og skal skatturin lækkast, hvar skal so peningurin til almanna- og heilsuøki koma frá. Nei manligari hevði verið um tit stóðu fram og vardu avleiðingarnar av borgarliga politikkinum, har korini versna hjá gomlum og sjúkum, meðan gongdin at gera Føroyar til eitt lágskattalandi heldur fram. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Føroyskari jólagudstænastu í Odense Jólagudstænastan í ár verður í Valgmenighedskirken í Dronningensgade, beint við síðuna av Miðgarði, føroyska húsinum í Odense. Føroyingafelagið í Odense skipar aftur í ár fyri jólagudstænastu 1. jóladag klokkan 13.00. Eins og tey bæði undanfarnu árini er tað Tummas Jacobsen sum prædikar. Tummas Jacobsen hevur verið prestur bæði í Føroyum og í Danmark, men er nú fráfarin vegna aldur. Seinastu árini hann var prestur, arbeiddi hann í Sommerslev í Suðurjútlandi. Gudstænastan verður í ár hildin í Valgmenighedskirken á Dronningensgade 1 í miðbýnum. Kirkjan er nærmasti granni hjá Miðgarði, felags hølunum hjá føroyska og íslendska felagnum í Odense. Kaffi og køkur aftaná Undanfarin ár hevur heilt nógv fólk verið til jólagudstænastu í Odense, og felagið vónar at soleiðis verður aftur í ár. Aftaná gudstænastuna bjóðar felagið til ein kaffimunn og ein køkubita í Miðgarði. Koyrivegleiðing Tað kemst til kirkjuna við at koyra eftir Vestre Stationsvej og síðani inn eftir Kongensgade. Her frá verður koyrt inn á Dronningensgade. Tað eru góðir parkeringsmøguleikar í garðinum aftanfyri Miðgarð. Stórt virksemi Annars frætta vit, at tað er nógv virksemi í nýggju felagshølunum frá Føroyingafelagnum í Odense Føroyingafelagið hevur opið hvønn mánadag, ímillum klokkan 17.00 og 19.00. Opið er eisini hvønn mikudag. og fríggjakvøld ímillum klokkan 17.00 og 24.00 er kafé. Roynt verður so vítt gjørligt, at fáa íslendingar og føroyingar brúkað húsið í senn, so samstarvið millum feløgini bæði kann gerast enn betri Annars fæst meiri at vita um upplatingartíðir við at ringja til húsið á tlf. 66191734, ella til formannin Hans Mikkelsen á tlf. 66169397. Áki Bertholdsen Nú eiga hýrurnar at verða settar niður Fáa sjómenn skattalætta, er tað rætt at seta hýrurnar niður, so skipini sleppa eitt sindur bíligari, sigur Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum ­ Vit hava onki ímóti, at fiskimenn fáa skattalætta. ­ Men fáa teir skattalætta, er tað rímiligt, at hýrurnar verða settar eitt sindur niður, so at skipini eisini sleppa bíligari. Tað heldur Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum. Vit hava biðið hann um viðmerking til ætlanina at geva fiskimonnum skattalætta Serliga bóðu vit hann um viðmerking til, at nógv hava spátt, at skattalættin fór bara at enda við einum, og tað er at hýrurnar verða settar niður. ­ Tí fer skattalættin at enda sum studningur til reiðaran, ávarðau summir tingmenn ímóti. ­ Hetta er ein fortreyt fyri at uppskotið kann verða samtykt, søgdu aðrir tingmenn Eiga at fáa eitt sindur aftur Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum sigur, at sum so hevur hann onga viðmerking til sjálvan skattalættan. ­ Ongin hevur tosað við okkum um hetta og enn minni biðið um ráð frá okkum, sigur hann. Hvussu verður við sáttmálanum, er ein samráðingarspurningur. Og samráðingar verða ikki fyrrenn um eitt ár, tó at samráðast kann um partar í sáttmálanum mitt í einum sáttmálaskeiði. Jákup Sólstein sigur, at í reiðarafelagnum hava tey ikki umrøtt hetta málið. Men hann heldur avgjørt, at fáa fiskimenn skattalætta, er tað rímiligt, at skipini fáa eitt sindur burturav, tvs, at tey sleppa bíligari í hýru. ­ Alt í alt betala vit meiri í hýrum, enn reiðarar í øðrum londum gera. ­ Táið feriuløn, yvirmannapartar o.a. er talt uppí, betala vit 42% av tí, vit selja fyri, í hýrum, og tað er meiri enn tey gera aðrastaðni. Jákup Sólstein sigur, at tað kemst av, at í grannalondum okkara er munurin á tí, yvimenn og manning fáa, minni, enn hann er hjá okkum. Tí heldur hann, at ein skattalætti til fiskimenn, átti at ført við sær, at skipini sluppu bíligari í hýru. Hann sigur at hetta er ein samráðingarspurningur, sum reiðararnir taka fram hvørja ferð, samráðingar eru. Men hann vónar, at tað verður eitt sindur lættari fáa viðhald næstu ferð, um skattalættin kemur. Ikki stórir trupulleikar Annars er formaðurin í Reiðarafelagnum ikki við uppá, at trupulleikin við teimum flýggjandi sjómonnunum er so stórur. ­ Í einstøkum førum hevur verið trupult at manna skip, men tá hevur mest talan verið um maskinmenn. ­ At fáa dekkarar hevur ikki verið trupult. Hinvegin ásannar hann, at tað kann blíva trupult, um arbeiði á landi veksur, og ikki um at tala, um oljuvinnan tekur seg upp. Hinvegin verður allur studningur tikin frá skipunum, og lagdur yvir til manningina. Tí verður tað tungt hjá skipunum, sigur Jákup Sólstein. Miðflokkurin, vitjan Poul Nyrups og sjónvarpið Fyrst í farnu viku frættist, at forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, kemur til Føroya í sambandi við Ríkisráðsfundin sum verður 6. januar komandi. Løtingsumboð Miðfloksins eru spurd, bæði av fjølmiðlum og millum manna, um vit fara á fund við Nyrup um høvið býðst. So sjálvsagt tykist svarið okkum, at spurningurin í byrjanini gav orsøk til undran. Sjálvandi fara vit á fund við Forsætisráðharran um høvið verður. Tað vildi verið ein givin møguleiki at komi á tal við hendan, sum longu, áðrenn úrslitið av bankakanningini fyriliggur, hevur so nógvar spurningar at svara, so nógvar frágreiðingar at geva, so nógv at standa til svars fyri. Bjóðar tú teg fram sum valevni, t.e. sum umboð borgarans á politiska økinum, so fylgir ein ómetalig ábyrgd við, um veljarin vísir tær álit sítt. Tá ert tú m.a. umboð hansara á økjum og støðum hann ikki sjálvur røkkur. Sum slík umboð veljarans fara vit at fundast við Nyrup, at spyrja og krevja frágreiðing, ikki bert um viðurskifti, ið eru fevnd av bankakanningini, men um so mong viðurskifti, sum krevja frágreiðing hansara. Nevnast kunnu spurningar sum t.d.: Hvørjar ætlanir hava ríkismyndugleikarnir viðvíkjandi hart tiltrongdu útbyggjanini av flogvøllinum í Vágum? Hvussu eru veruligu fíggjarviðurskiftunum landanna millum sæð í ljósinum av, at vit hava hýst NATO støðum í so mong ár? Hvør er orsøkin til manglandi arbeiði Danmarkar í ES, føroyingum at gagni? Skipið fyri almennum fundi við Nyrup Tað er so mangt, vit vildu ynskt at fingið høvið til at fundast við Forsætisráðharran um, og smásæri (at vera firtin og renna undan) er ikki komið í huga okkara, og verður av okkum mett óhóskandi fyri fólkavaldar politikkarar. Størri ósemjurnar eru, breiðari gjógvin er grivin manna millum, tess størri er tørvurin á dialogi. Vanligi føroyingurin kundi óivað hugsað sær at fingið høvið at sett Forsætisráðharranum spurningar sínar - og hví ikki geva honum møguleikan? Við tí í huga hevur Miðflokkurin sent Løgmanni og Forsætisráðharranum bræv, við áheitan um, at skipað verður fyri opnum almennum fundi við Nyrup, har tey, ið hug hava, kunna møta honum, føra síni sjónarmið fram, og vónandi fáa svarað spurningum sínum. Vegna Miðflokkin Jenis av Rana, Tordur Niclasen Anfinn Kallsberg er í ordiligum jólahýri Hann hevur brotið fleiri óskrivaðar lógir, sum hann hevði gjørt sær sjálvum at ganga eftir. -Tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst, sum hann býtir út til høgru og vinstru, og tað verður hart hjá teimum, sum skulu taka upp aftaná hann - Hjá okkum, sum vóru við til at leggja tyngstu byrðar á Føroya fólk, sum tey hava borið í nýggjaru tíð, er tað er eitt stórt vónbrot at síggja, hvussu Anfinn Kallsberg hevur hundvaðað landskassan hesa seinastu tíðina. - Og tey, sum skulu taka upp aftur eftir hann, fáa tað ringt. Jóannes Eidesgaard, formaðurin í størsta andstøðuflokkinum, fýlist harðliga á fíggjarpolitikkin, soleiðis sum hann verður førdur - Tað er bart út sagt, púra onki skil á. Beint ímóti øllum ráðum frá øðrum politikarum og fíggjarligum ráðgevarum, hevur Anfinn Kallsberg heilt slept endanum og er farin at gjara út, sum var hann í rættiligum jólahýri. Brýtur óskrivaðar lógir Jóannes Eidesgaard sigur, at tað sum er hent seinastu tíðina vísir, at Anfinn Kallsberg fullkomiliga hevur mist tamarhaldið á støðuni. Hann hevur eisini brotið allar tær óskrivaðu lógir, hann so púra avgjørdir setti fyri tí førda fíggjarpolitikkinum. -Nú fíggjarlógin fyri 1998 kom fyri tingið, setti hann sínum samgongufeløgum 20 november sum avgjørt seinastu freist fyri at koma við broytingum. - Í dag skrivað vit 17. desember, og enn er stór ósemja í samgonguni um fíggjarlógina fyri komandi ár. - Hann var eisini púra avgjørdur um, at allar broytingar, sum skuldu gerast, skuldu verða innanfyri teir fíggjarliga karmar, sum vórðu lagdir. Tvs, at møguligar íløgur skuldu skarvast av onkra aðrastaðni. - Men kortini er hann farin uppí eina politiska viðgerð um at brúka ein part av yvirskotinum á fíggjarlógini í ár til ymsar íløgur. - Tað bleiv eisini gjørt stovnum púra greitt, at játtanirnar í ár skuldu haldast. - Kortini hevur samgongan lagt fyri tingið báði eyka eykafíggjarlóg og eykajáttanarlóg fyri desember. Politiskt fusk Afturat fíggjarlógini, eykafíggjarlóg, eykajáttanarlóg, skattalætta til sjómenn, eykaskatting av hjúnum, frættist at fíggjarnevndin og tingið, eisini fáa enn fleiri skattamál at viðgerða. T. d. skal mvg lækkast. Og alt skal verða avgreitt 1. januar. Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta er fusk av eini aðrari verð, tí nú eru bara seks arbeiðsdagar eftir í ár. Hann sigur, at tað líkist ongum, at samgongan oysir øll hesi stórmál omanyvir tingið beint uppundir jól. - Tað er ein háðan ímóti føroyska skattgjaldaranum, tí hann hevur onga sum helst trygd fyri, at uppskotini fáa so nágreiniliga viðgerð, sum tey hava uppiborið. Og hjá okkum politikarum er tað at sjofla arbeiðið til, tí vit fáa ikki gjørt tað til lítar - Men hetta minnir ikki sørt um í fjør, tá eitt stórmál, sum bruttoskattaskipanin, varð løgd fyri tingið so seint, at fíggjarnevndin fekk ein hálvan tíma, ella okkurt sovorði, at viðgerða málið í. - Men hetta er kanska við vilja. Tað er kanska eitt endamál við ikki at geva andstøðuni møguleika at arbeiða, leggur hann afturat. Anfinn í jólahýri Jóannes Eidesgaard harmast eisini um støðuna hjá landskassanum. - Landskassin eigur ongan góðan. Við einum fíggjarmálamálaráðharra í ordiligum jólahýri, verður støðan heilt hættislig. Jóannes Eidesgaard sigur, at Anfinn Kallsberg gjarar so gávumildur út, at hann er stórliga bangin fyri, at vit stýra beint ímóti eini nýggjari kreppu. - Annfinn Kallsberg førir ein fíggjarpolitikk, sum um hansara síðsta tíð er komin. - Avleiðingarnar hugsar hann slett ikki um. Tað mugu tey um, sum koma aftaná. - Men tað, sum Anfinn Kallsberg, og samgongan, gjara út av, er ein inntøka, sum landskassin einans hevur fingið av tí, at tað av tilvild hevur gingið sera væl í ár, og at inntøkan av tí sama er blivin nógv størri, enn roknað varð við. Jóannes Eidesgaard sigur, at seinasta uppgerðin vísir, at inntøkurnar hjá landskassanum verða góðar 176 miljónir hægri, enn roknað varð. - Men tað er rætt at leggja dent á, at ikki ein tann einasta krónan av hesi meirnýtslu er eitt úrslit av eini politiskari stýring. - Meirinntøkan er komin í landskassan av orsøkum, vit púra onga ávirkan hava á. - Inntøkurnar stava frá, at renturnar eru 27 miljónir lægri, enn roknað varð við, vanligi landsskatturin er 11 miljónir hægri, enn roknað varð við, felagsskatturin er 38 miljónir hægri, punktgjøldini eru 10 miljónir hægri, skrásetingargjøldini er 16 miljónir og útlutingin frá fíggingargrunninum er 68 miljónir hægri. - Tað vil siga, at tað er so skjótt, at tað kann ganga hinvegin aftur, og tá standa vit flott. - Og hetta merkir aftur, at tað er væl fryktandi fyri at politikarar seinni verða noyddir at taka teir lættar innaftur, sum nú verða givnir. Jóannes Eidesgaard mælir heldur til at vísa varsemi og ikki at geva lættar, uttan teir eru varandi. - Men Anfinn Kallsverg ræðist at taka pengar inn. - At verða politikari merkir eisini, at tú mást tora at taka pengar inn, táið tað er neyðugt fyri at varðveita tænastustøðið í vælferðarsamfelagnum. Jóannes Eidesgaard nevnir sum dømi, at eitt komandi landsstýri sleppur ikki undan at gera eina avtalu um, hvussu uttanlandsskuldin skal betalast aftur. - Men hann hevur ikki á nakran hátt lagt fíggjarpolitikkin til rættis eftir tí. - Hann hevur ikki so frægt sum skapt rúm fyri, at komandi samgongur skulu hava einar 200- 300 miljónir um árið til avdráttir. - Tvs, at so skal fíggjarlógin aftur skerast tey komandi árini, og skattalættin takast innaftur. Beint ímóti øllum ráðum Jóannes Eidesgaard sigur, at førdi fíggjarpolitikkurin seinastu tíðina vísir, at vit hava púra onki lært av áttatiárunum. -Vit bera okkum enn líka ábyrgdarleyst og eg eri stórliga bangin fyri, at hava beina kós ímóti eini nýggjari kreppu. - Vanlig semja er um, at fiskiskapurin fer ikki at halda, og tá verður aftur neyðugt at tátta í. - Men beint ímóti øllum ráðum frá búskaparfrøðingum, verður kortini gjarað út við skattalætta til høgru og vinstru nú. - Eitt er skattalættin til sjómenn. Men eitt annað er, at Anfinn Kallsberg hevur eisini luftað tankan um aðrar skattabólkar. Og seinasta nýggja er, at ætlanin er at lækka mvg á summum vørum og tænastum. M.a. er ætlanin at taka mvg av bilaumvælingum og at frisørar kunnu fáa mvg aftur av bilum, teir keypa. - Hetta er eitt álvarslig stig at taka, og eg skal ikki vera so óreinur at gita, at hetta var prísurin fyri fáa bilaseljaran Finnboga Arge at stuðla samgonguni aftur. Jóannes Eidesgaard sigur, at eisini hetta er ein skattalækking. - Men kanska upapftur er tað, at við hesum setir Anfinn Kallsberg av álvara eitt prinsipp, sum hevur verið galdandi, og sum fyrrverandi floksfelagi hansara, Jógvan Sundstein, stríddist fyri art varðveita - Tað er prinsippið um at hava sama mvg á øllum vørum og tænastum. Og Nettupp tað legði Jógvan Sundstein sera stóran dent á, tá ið mvg kom og stórt trýst var á hann um at bøkur skuldu verða mvg fríar. Jóannes Eidesgaard sigur, at verður fyrst farið undir at hava ymiskt mvg á ymsum vørum, kann tað enda í einum vavstri, sum ongin finnur burturúraftur í. Eisini hesum hava búskaparfrøðingur ávarað ímóti, tí tað ger umsitingina dýrari og nógv fløktari, fyri ikki at siga ómøguliga. - Eg veit heldur ikki, hvussu Anfinn Kallsberg ætlar at forsvara, at bilaumvælingar skulu vera mvg fríar, og at frisørar fáa mvg fríar bilar, samstundis, sum fult mvg er á mjólk, heilivági og øðrum neyðsynjarvørum, sigur Jóannes Eidesgaard. - Blaðstjórin: Sýnir landsstýrið fíggjarligt fyrilit SJÁLVANDI vilja øll gjalda minni í skatti og sjálvandi fegnast vit øll um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at lækka ella taka av meirvirðisgjaldið fyri ávísar tænastur, tí henda gongd ber í sær, at vit hava meiri pening at brúka í dagliga húsarhaldinum. Áki Bertholdsen Talið á starvsfólki í Tinganesi er tvífaldað Í dag arbeiða yvir 80 fólk í Tinganesi Teir skuldu skerja almennu umsitingina. Men teir gjørdu akkurát tað øvugta. Er tað nakar, sum hevur eitt ilt eyga á almennari umsiting, eru tað Sambandsflokkurin, og ikki minst, fólkaflokkurin Vaksandi, almenn umsiting - "hesin øgiligi almenni yvirbygnaðurin^3 sum tey hava rópt seg uppá, - hevur verið rótin til nógv ringt í hesum samfelagnum , ikki minst eitt ov høgt skattatrýst. Og ikki minst hevur fólkaflokkurin gjørt tað til sína missjón at skerja almenna umsiting. Men nú gongur sjón fyri søgn, at tá ið teir sjálvir komu framat trognum, eru teir ikki førir loysa tað vandamál, sum teir hava fortalt veljaranum er ein høvuðstrupulleiki í okkara samfelag: At umsitingin er ov stór. Tvørturímóti hava teir gingið á odda í at gjørt henda "trupulleika^3 enn størri Tí hesi seinastu trý árini er talið á starvsfólki í almennu umsitingini í Tinganesi nevniliga tvífaldað. Hetta vísir ein uppgerð, sum nú er gjørd í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina. Uppgerðin vísir, at í 1994 vóru 43,5 starv í meginumsitingini í Tinganesi. Men nú 1997 fer at halla, er starvsfólkatalið komið upp á 82,25 størv. Eftir uppgerðini arbeiddu 44,5 fólk í Tingensi í 1991. Men við árslok í 1994 var eitt fólk minni í Tinganesi, tí tá var talið komið niður á 43,4 fólk. Men síðani er starvsfólkatalið vaksið við rúkandi ferð. Í 1996 arbeiddu 50,5 fólk í Tinganesi. Í 1997 arbeiddu 68 fólk í Tinganesi, men nú, vit standa á gáttini til 1998, er starvsfólkatalið komið uppá 82,25 fólk, so tað er serliga hetta seinasta árið, starvsfólkatalið er økt nógv. Tey, sum nú arbeiða í Tinganesi eru 6 aðalstjórar, 8 deildarstjórar, 43 fulltrúar og 25 skrivstovufólk. Henda velduga, brádliga økingin í talinum á almennum starvsfólkum sigst vera ein beinleiðis avleiðing av bygnaðarbroytingunum hjá finn N. Christensen. So teir, sum vístu á, at avleiðingin fór at verða ein veldug, økt, almenn umsiting, hava higartil fingið rætt. Um so umsitingin er farin at virka tilsvarandi betri, kenn standa til hvønn einstakan at meta um.... Mugu fáa eina politiska semju við danir heldur enn rættarsak Stjórin í fyrrverandi Fossbankanum, Helgi Fossadal er ein av teimum, sum fleiri ferðir hevur verið frammi í fjølmiðlunum og sagt sína hugsan um búskapargongdina í Føroyum við bankakreppu, bankasamanlegging og at enda bankakanning. Nú sjónvarpið hevur latið gera tríggjar sendingar um m.a. hesar spurningar spurdu vit Helga Fossadal, um nakað nýtt er komið fram, sum hann ikki vistu áður! -Sjálvandi er nógv komið fram í teimum skjølum, sum ikki eru kunngjørd áður. Men nógv av hesum er nakað, sum tú hevur havt varhugan av. Helgi Fossadal sigur, at vit í veruleikanum skulu heilt aftur til 1988, tá fyrsta spírin til tað, sum fór at henda, varð lagdur. Hetta árið hevði forsætisráðharrin Poul Schluter ein fund við tað stóra bankkonsortii við Privatbankanum, Handilsbankanum og Den Danske Bank. Tá gav Schluter boð til umrøddu stovnar um, at Føroyar vóru í eini veldugari kreppu. Uttanlandsskuldina, sum føroyingar tá høvdu uttan fyri kongaríkið, vildi staturin hjálpa føroyingum við, men skuld til danskar stovnar, bankar ol. máttu hesir sjálvur róta seg burtur úr. Helgi Fossadal vísir á, at kreditturin, sum Fossbankin hevði í Privatbankanum, varð uppsagdur eftir einum degi. Sama var galdandi fyri bæði Sjóvinnubanka og Føroya Banka. -Vit høvdu ikki biðið um henda kredittin, men danski bankin hevði boðið okkum hann. Orsøkin til at teir nú tóku hann aftur vóru boðini frá Schluter um støðuna í Føroyum. Helgi Fossadal sigur víðari, at Fossbankin tók hetta til eftirtektar og var sera varin at læna út eftir hetta. Ikki soliditets- men likviditetskreppa Hann sigur annars um víðari støðuna og hendingarnar, at tað, sum hinir báðir pengastovnarnir manglaðu í bæði 92 og 93 vóru reinir pengar í kassanum. -Tosað varð tá bara um eina soliditetskreppu, tvs. trygdina hjá bankunum í teimum lánum, sum teir høvdu latið, men her var fyrst og fremst talan um eina likviditetskreppu. Tað er tað, sum gangur aftur og aftur sigur Helgi Fossadal, og leggur aftrat, at hetta hevur einki við soliditetin at gera. Fyri at útvega likviditetin vóru teir eisini noyddir at niðurskriva ognirnar og soleiðis kroystu teir landsstýrið at koma inn við pengum. Ognirnar skuldu tá vera null verdar. Men hetta var lygn. Hetta var nakað, sum varð skapt og ikki nakað, sum var reelt. Um orsøkina til at henda loysn varð vald sigur Helgi Fossadal, at tað var tí, at bankarnir manglaðu pengar. Og einasti máti at fáa teir inn uppá var antin sum beinleiðis innskotskapitalur frá landsstýrinum, statinum ella almenninginum, sum tá varð bundin í so og so nógv ár ella hin møguleikin, nevniliga at niðurskriva aktivini. Tá er bankin farin á húsagang, og tá er ein noyddur til at seta meira pengar í. Hetta hevur so fingið bóltin at rulla skjótari enn ein hevði roknað við. Og longu í 92 varð boðað frá, at stóru bankarnir skuldu leggjast saman. -Trupulleikin, tá danir koma upp í 93, er, hvussu pengar skulu skaffast til Føroya Banka. Og tann einasti mátin at útvega hann uppá var at niðurskriva restina av aktivunum, sum vóru til og sum vórðu niðurskrivað frammanundan, tvs. húsini, sum vórðu sett niður á null stórt sæð. Soleiðis mátti m.a. Fossbankin bløða. Eisini Sparikassin misti. Føroyingar sovið í tímanum Helgi Fossadal heldur ikki vit bara eiga at geva dønum alla skyldina fyri tað, sum er hent. -Tað er fantastiskt, at ein maður sum Finnbogi Ísakson, tá vit hava fingið lánini uppá meira enn 500 mill. kr., skal siga við fjølmiðlarnar, at eingin banki í Føroyum fer á heysin, og at allir innskjótarar skulu kenna seg tryggar. Men so ganga fýra mánaðir og Fossbankin verður koyrdur á heysin uttan so mikið sum at tryggja innskjótararnar, ið eru teir einastu, sum hava sviðið fyri hetta og hava verið ólíka fyri lógini. -Men hava teir ikki fingið tað mesta aftur? -Vit hava goldið 70% aftur, men vit røkka ikki at gjalda 100%. Helgi Fossadal heldur tað vera skeivt bara at leggja eftir Richard Mikkelsen & Co., tí vit mugu ikki gloyma, at tað eisini finnast nógvir føroyskir aktørar í øllum hesum, tað verið seg stjórar og fulltrúar av ymsum slag. -Eg havi einki ímóti, at ein fer eftir Richard Mikkelsen, men at hinir mennininir í øllum hesum, tvs. føroyingar, bara skulu gloymast, kann ikki vera rætt. Allir hesir persónar sleppa at halda fram, uttan at nakað er hent. Teir eru entá álitið hjá Føroya landsstýrið í dag framvegis. -Men teir siga væl eins og politikararnir, at teir hava ikki fingið at vita, hvat gekk fyri seg handan leiktjøldini og tí ikki hava dugað at mett um veruligu støðuna? -Tað kunnu teir ikki. Tí út frá hvørjum grundarlag kunnu teir m.a. siga, at partabrævakeypið í Føroya banka er gott! Danir tóku ávaringartekin í álvara Tá ein tekur samanum, so heldur Helge Fossadal, at tað, sum er hent í øllum hesum málinum - uttan at hann tó skal forsvara nakran sum helst - er, at danir hava sæð, hvør støðan hevur verið í bæði Føroya Banka og í Sjóvinnubankanum, hvar pengarnir streymaðu út. -Pengamangulin í bankunum var vorðin so stórur, at her mátti okkurt gerast. Eisini hevði samanlegging av bankunum í Danmark ávísa ávirkan. 1. bjargingarroyndin varð gjørd tann víðagitna oktober, men tá fór bólturin á rull. Tað hava teir kanska ikki roknað við, og tí hevur tað verið eitt ávíst ráðaloysi eftir hetta. Hvat sigur Helgi Fossadal til metingina um, at talan er um eina danska ráðagerð móti Føroyum! -Eg trúgvi, at danir hava ætlað at seta føroyingar uppá pláss. Men ætlan teirra hevur ikki eydnast soleiðis sum teir høvdu í kvittanum. Ætlanin er rætt og slætt farin av sporinum. Eg trúgvi ikki, at teir hava ætlað alt, sum er hent - tað er bara blivið so orsakað av umstøðunum. Hann heldur tað annars vera ótilgeviligt, at føroysku politikararnir soleiðis hava latið seg taka við nøsina. -Tá tað hevur verið sagt, at vit eru noyddir til at svølgja hesum og hasum bitanum, hví hava okkara politikarar tá ongantíð sett seg upp ímóti hesum! Hvat heldur Helgi Fossadal um eitt komandi úrslit av bankakanningini! -Den Danske Bank hevur roynt alt hann hevur kunnað fyri at koma úr Føroya Banka, og tað eru teir komnir væl frá eftir mínum tykki. Teir hava gjørt eitt gott arbeiði. Um tað er skitið arbeiði eisini er ringt at siga, fyrr enn tú hevur sæð úrslitið av bankakanningini. Føroysku politikarnir hava verið naivir. Eg haldi ein kann skilja 1. umfarið, sum varð men ikki tey fylgjandi umførini. Eg rokni við, at bankakanningin verður fifty - fifty - at tað hevur verið rót í hjá bæði føroyingum og dønum. Hetta hevur ikki kunnað latið seg gera, uttan at allir partar hava verið við so ella so. Politiskar samráðingar Helgi Fossadal heldur, at vit eftir bankakanningina, mugu fáa politiskar samráðingar. Tað er fullkomiliga órímuligt, at føroyingar skulu standa eftir við allari rokningini fyri tí, sum er hent. Bæði danski staturin og Den Danske Bank mugu gjalda sín part. -Tað er altíð best at royna at fáa eina politiska loysn, sum allir partar kunnu vera nøgdir við. Tað er ein betri loysn enn eitt langt rættarmál, har tú onga trygd hevur fyri, hvat kemur burtur úr. Hvat danir enn siga, so er tað ein sannroynd, at tað ruggar ikki rætt við tí samanblanding, sum hevur verið í Danmark av ymsum stovnum og politikarum. Helgi Fossadal heldur ikki, at her hevur verið talan um eitt miðvíst og útspekulerað komplott at fáa føroyingar niður við nakkanum. Tað hevur verið ein ætlan um at fáa hesi viðurskiftini uppá pláss í Føroyum, tá føroyingar ikki hava viljað lurtað eftir teimum mongu frágreiðingunum, sum eitt nú Ráðgevandi Nevndirnar eru komnar við. Hesar bóðu føroyingar ansa eftir ikki at taka lán osfr. Tá føroyingar ikki vildu tað, so hava danir "skrúvað bissarnar" uppá og sagt, at tað ikki gongur longur. Helge Fossadal sigur, at øll uttanlandalán, sum vórðu tikin av Føroyum, hevði staturin stórtsæð kautionerað fyri við at góðtaka hesi. Tí høvdu teir her forpliktilsi yvir útlandinum og at siga stopp. Avleiðingar fyri innskjótarnar Helgi Fossadal heldur, at vit føroyingar eiga at hugsa tankan, hvat var hent í Føroyum, um eingi av teimum stigum, sum eru tikin, vórðu tikin. -Tá hevði Sjóvinnubankin helst farið á heysin, meðan Den Danske Bank hevði megnað at goldið Føroya Banka út. Men tað hevði fingið fylgjur fyri hinar peningastovnarnar eisini. Tá tú sá, at ein banki fór á heysin, høvdu uppaftur fleiri pengar verið drenaðir úr teimum eftirverandi peningastovnunum. Ein kann bert ímynda sær fylgjurnar av hesum fyri samfelagið. Spurningurin er tí, hvat hevði hent, um danir ikki blandaðu seg. -Og har meinar tú, at tað kundi verið uppaftur verið? -Tað er einki at ivast í, at tað kundi verið nógv verri fyri innskjótararnar í teimum báðum bankunum. Teir innskjótararnir blivu jú tryggjaðir við tí loysn, sum varð funnin. Helgi Fossadal heldur annars, at Nyrup hevur valt eina eitt sindur ótaktiska løtu at koma til Føroya. Hann átti at verið so klókur, at hann sá, at tað hevði verið betri at komið eftir eina bankakanning. Men nú kemur hann, og mugu vit royna at fáa nakað burtur úr hesum. -Annars haldi eg, at vit mugu sleppa hesi "undirdaniheitini". Vit mugu siga bart út, hvat tað er ein vil og meinar. Ikki altíð strúka dønum við hárinum, tá teir koma higar. Danir mugu fáa boð um, hvat rørir seg í hesum samfelagnum. Eg trúgvi, at tað hava teir ongantíð fingið. Rætta staðið at fáa hetta at vita er í Føroyum. -So takið ímóti Nyrup og takkið honum fyri tað, sum hann hevur gjørt gott og gevið honum ein uppsang fyri tað, sum hann ikki hevur gjørt nóg gott. Fjaldur húsagangur: Sjónvarpið rakti plett Tað sigur Birgir Danielsen í eini viðmerking um sendingarnar hjá sjonvarpinum um bankamálið - Tað er áhugavert at síggja, hvussu væl sjónvarpið rakti í sendingini á heystið 1993. Tann sendingin kundi ikki verða fullkomin, tí so stutt tíð var fráliðin, men onki sum er komið fram í nýggju sendingunum hevur víst, at teir ikki høvdu rætt í tí teir søgdu. Teir hava rakt fullkomiliga plett. Átalar framferðini Birgir Danielsen sigur, at tað eftir hansara meting eru nøkur punkt, har okkara egnu samráðingarumboð ikki hava røkt sína uppgávu til fulnar. Hetta orsakar tó ikki framburðin hjá stjórnini. Millum annað heldur Birgir Danielsen, at tað er løgið, at landsstýrið ikki hevur gjørt meiri við frágreiðingina hjá Leivur Harrysyni, landsgrannskoðara sum hann gjørdi um partabrævaumbýti, tí henda frágreiðing avdúkaði so at siga alt. Danska stjórnin sigst at havai fingið frágreiðingina, men hon er ongantíð viðgjørd. Birgir Danielsen átalar eisini framferðarháttin hjá Landsstýrinum mótvegis tinginum og rættarnevndini. Tá íð málið um bankakanningina varð lagt fram fyrru ferð í oktober 1993 varð alt Landsstýrið og serliga Marita Petersen og Finnbogi Ísakson tráspurd av rættarnevndini, um hvat tilfar var til taks. Hvørgin teirra talaði orð um frágreiðingina frá Leivi Harrysyni. - Her má havast harðliga at okkara egnu umboðum. - At frágreiðingin var til, kom ikki fram fyrr enn uppskotið um kanning av bankamálinum var lagt fyri tingið fyri aðru ferð í desembur 1994, meiri enn eitt ár eftir at frágreiðingin varð gjørd. Birgir sigur, at tað hvørja ferð hevur eydnast dønum at snara okkum á til teirra egna fyrimun. - Eg havi eina kenslu um, at Mogens Lykketoft hevur kroyst Maritu Petersen til at tagt við hesum notatinum á fundinum, sum var 12. oktober 1993. Hetta kundi Marita kanska svarað uppá. Partabrævaumbýtið Birgir Danielsen átalar eisini gongdina viðvíkjandi partabrævaumbýtinum. Landsstýrið velur at fremja handilin uttan at notatið frá fundinum um partabrævabýtið er góðtikið av báðum pørtum. Eftir upprunaliga notatinum sigur Peter Straarup stjóri í Den Danske Bank, sagt, at Føroya Banka ikki tørvar meiri pening. Tá íð notatið kemur aftur úr Danmark tríggjar vikur seinni, er tað broytt, og nú stendur onki um Føroya Banka. - Eg haldi tað er sera løgið, at ongin hevur gjørt nakað við tað, tá íð notatið kemur aftur í broyttum líki. Tað fer bara stillisliga aftur við borðinum. - Tað er átaluvert, at Landsstýrið arbeiðir víðari við málinum uttan at notatið frá fundinum fyriliggur'í góðkendum líki. Í veruleikanum skuldi notatið fyriligið tann 22. marts 1993, tá Landsstýrið tekur avgerð um, at partabrævabýtið skal fara fram. Bíða eftirúrskurðinum -Tað er onki at ivast í, at okkara egnu fólk hava gjørt mistøk í sambandi við samráðingarnar við danir, men hetta umber ikki donsku stjórnina fyri teirra framferð í hesum málið. -Nú mugu vit bíða eftir frágreiðingini frá kanningarnevndini og so taka støðu til hvat íð gerast skal. Annað er ikki at gera í løtuni. Onga viðmerking Sosialurin hevur tosað við Maritu Petersen um viðmerkingarnar hjá Birgiri Danielsen, men hon ynskir ikki at gera nakrar viðmerkingar. - Eg havi gjørt greitt, at eg geri ongar viðmerkingar til hetta málið meðan kanningarnevndin arbeiðir. Tá íð úrskurðurin kemur , kunnu tit síggja hvat eg havi sagt. Tó heldur Marita Petersen tað verða sera løgið at Birgir Danielsen úttalar seg soleiðis: - Tí tað er so øgiliga nógv sum hann hevur latið verða við at siga. Kjørbreyt Vitjar 6. januar, á trettanda Sýnir landsstýrið fíggjarligt fyrilit SJÁLVANDI vilja øll gjalda minni í skatti og sjálvandi fegnast vit øll um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at lækka ella taka av meirvirðisgjaldið fyri ávísar tænastur, tí henda gongd ber í sær, at vit hava meiri pening at brúka í dagliga húsarhaldinum. MEN vit hava eisini eitt landshúsarhald, sum vantar pening á fleiri økjum. T.d. tykist tað trupult hjá Sjúkrahúsverki Føroya at fáa endarnar at røkka saman. Og eitt gott sjúkrahúsverk vilja vit øll hava, líka mikið hvørja politiska áskoðan vit hava. Tí er spurningurin, hvønn fíggjarpolitikk skulu vit reka? SKULU vit lata skattalætta - m.a. til sjófólk - og skerja meirvirðisgjaldið fyri ávísar tænastur - t.d. fyri bilumvælingar og hárfríðkan - og fáa minni til landshúsarhaldið, so tað verður upp aftur truplari at játta heilsuverki og skúlaverki okkara tann neyðuga peningin? Ella skulu vit lata vera við at skerja inntøkurnar hjá landskassanum, og hava verandi tænastustig á t.d. heilsuøkinum? Vit kunnu jú ikki bæði blása og hava mjøl í munninum! VIT kunnu nú ímóti ársenda tosa um skattalætta og skerja mvg'ið, tí tað hevur gingið nógv betur búskaparliga, enn búskaparfrøðingar og løgtingið roknaðu við, tá fíggjarætlanin varð løgd fyri einum ári síðani. Vit hava fiskað nógv meira - uttan at vit hava virðisøkt tilfeingið á landi - og tað lága rentustigið hevur gjørt, at vit hava nógv meiri pening at húsast við. MEN spurningurin er, um góði toskafiskiskapurin fer at halda sær, og um rentustigið fer at vera líka lágt næsta ár? Minkar fiskiskapurin og hækkar rentan, so sansar beinanvegin at, og avlopið á fíggjarlógini hvørvur. Tá verður aftur neyðugt at hækka skatt og mvg, skerja og tátta í, og spurningurin er tá, um vit klára at gjalda eitt tvey-oyra av uttanlandsskuldini? TÍ eiga vit eisini at seta spurnartekin við, um tað er rætt at gjarða so nógv út, tí val er næsta ár, og eisini eiga vit at seta spurnartekin við, um landsstýrissamgongan sýnir fíggjarligt fyrilit við teimum ætlaðu tiltøkunum. Øll unna sjófólki og teimum lágløntu skattalætta, men vit skulu eisini hava ráð til hann næsta ár, og keðiligt verður hjá einum nýggjum landsstýri beinanvegin at fremja búskaparlig inntriv! Jólasangur í Fríðrikskirkjuni Sum undanfarnu ár skipar Tofta Sangkór aftur í ár fyri sangløtu í Fríðrikskirkjuni. Kórið, sum í ár verður stjórnað av Símun Hammer, fer har at framføra bæði kend og minni kend jólaløg. Børn frá skúlanum á Toftum luttaka eisini gjøgnum framførslu av Lucia spæli, og felagssangur verður á skránni. Víðari fer Jónsvein Bech, prestur, at lesa teir 9 jólalestrarnar. Karmarnir fyri hetta tiltak eru soleiðis breiðir og hóska tí bæði fyri ung og eldri. Sangløtan verður hildin fríggjakvøldið 19. des. kl. 21. Kórið ynskir øllum vælkomnum til á henda hátt at verða við at syngja jólini inn. Bók um Klaksvíkar Sjómansskúla Í heyst vóru liðin 50 ár, síðan Klaksvíkar Sjómansskúli varð stovnaður, og í tí sambandi er bók um skúlan komin út. Bókin viðger tíðina sum sjálvsognarstovn, t.v.s. frá stovnanini í 1947 og til landið yvirtók skúlan í 1974. Frá at húsast ymsastaðni runt í býnum, hevði skúlin áðrenn hann varð avhendaður til landið fingið egin hølir. Í bókini er greitt frá stovnanini og rakstrinum og yvirlit er yvir teir næmingar, sum í hesum tíðarskeiði hava tikið prógv við skúlan eins og myndir eru av flest øllum næmingaholdum á skúlanum. Bókin, ið er 88 blaðsíður við hópin av myndum, kostar 150 kr. Mótmæli Álitisfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mótmæla harðliga ætlanunum um at bráðfeingishjálpin á sjúkrahúsinum verður spard burtur. Hetta fer at hava katastrofalar fylgjur fyri okkum norðingar og fer samstundis at máa støðið undan okkara annars vælvirkandi sjúkrahúsi. Vit minna á, at farleiðin úr Klaksvík er ein trupulleiki fyri regluligan flutning og at tann sparing, sum kann tykjast at verða við at taka vaktarskipanina burtur, skjótt verður etin upp aftur av flutningsútreiðslum. Tí heita vit á løgtingsins fíggjarnevnd og landsstýrismannin í heilsumálum um at játta Klaksvíkar Sjúkrahúsi tann pening, sum er neyðugur til at reka sjúkrahúsið á forsvarligan hátt. Vinarliga, Álitisfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi DMI/Petur Skeel jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Hvassur vindur upp í skrið av landsynningi og eystri, 13 til 18 m/s. Ádrigið og fyri tað mesta turt, um náttina tó samregn. Hiti umleið 5 stig. Veðrið fríggjadagin: Upp til strúk í vindi av eystri og landsynningi, 10 til 15 m/s, men seinni lækkar hann niður í sunnan og minkar til stívt andøvsgul, upp í 10 m/s. Ádrigið og kanska regn av og á. Hitin umleið 5 stig. Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin: Andøvsgul ella stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Ádrigigið og stundum regn. Hitin umleið 5 stig. Í dag: Eitt djúpt lágtrýstiumráði yvir Atlantshavinum gongur spakuliga í ein landsynnin og viknar. Seint í kvøld nærkast nýggj brúgvaløg av útsynningi. Í gjár: Ein hátrýstryggur frá einum hátrýsti yvir Hvítarusslandi til Íslands gongur í ein landnyrðing og viknar spakuliga Fríggjadagur 19. desember 1997 Pippi Smokkuleggur Er tað nøkur lítil genta, ið øll kenna, so er tað Pippi Smokkuleggur Tað var í 1941, at sjey ára gamla dótturin hjá Astrid Lindgren lá í songini við lungnabruna og bað ótroyttiliga mammu sína siga sær eina søgu. Eitt kvøldið segði hon: >>Sig mær eina søgu!<< - >>Um hvat<<, spurdi Astrind Lindgren. >>Sig mær um Pippi Smokkulegg!<<. Navni fann dótturin bara soleiðis úr bláari luft, og restin av søguni koma so bara úr hugflognum hjá mammuni. Soleiðis varð Pippi Smokkuleggur, heimsins sterkasta genta, fødd... Tomorrow Never Dies Ein altjóða kreppa er á veg. Bretsk og kinverk akfør nærkast hvør øðrum fult tilbúgvin. Fólk kring heimin sita nelgd til sjónvarpsskíggjan fyri at fylgja við, hvat hendir. Sjáldan hevur Elliot Carver og hansara Tomorrow miðlaimperium upplivað frægari hyggjaratal. Og tað er allur loynidómurin aftan kreppuna. Carver er úti eftir at byrja eitt kríggj fyri at fáa góð hyggjaratal og nógvar lesarar av bløðum sínum. Og um hesir báðir herarnir himprast við at opna eld, so hevur Carver eitt kjarnorkumissil í bakhondini. Tað er bara ein feilur, við ætlan hansara. Ein agentur, sum nevnist Bond, James Bond. Í >>Tomorrow Never Dies<< fer søgunnar best eydnaði agentur at stríðast móti einum miðlarisa, sum kanska er meiri óndsinnaður enn tey flestu, men hvørs handlingar kanska heldur ikki eru so óveruligar í heiminum í dag. Pierce Brosnan er aftur sum James Bond, sum enn drekkur vodka og martini (shaken, not stirred), enn bæði kann sláa frá sær, skjóta beint og koyra deyðskoyring og enn sjarmerað seg til vakrar kvinnur. Hesaferð bæði danska Cecilie Thomsen, Teri Hatcher og Michelle Yeoh, sum spli Bonds kinverksa mótstykki, tann hartsláandi Wai Lin. Ævintýrið hjá Bond fyrigongur hesaferð frá fjøllunum í Afghanistan, yvir týskar fíggjardeplar, til myldrandi stórbýirnar í Útsynningsásia og í Suðurkinverksa havinum. Til lands, til havs og í luftini: Bond er afturkomin! Minningarorð Tá eg hoyrdi, at mín góðir vinur, Andreas Bent Arge Petersen var farin, bert 38 ára gamal, birtist ein kensla av góðum minnum í mær. Tá eg hoyrdi, at mín góði vinur, Andreas Bent Arge Petersen var farin, bert 38 ára gamal, birtist ein kensla av góðum minnum í mær, serliga teir dagar har vit, Andreas, Luddi bróður, Haldin, Karl og lítli Hanus arbeiddu á Dúvugørðum í Saksun, teir dagar, eru líka til í dag av og á komnir fram fyri meg, og hava altíð vakt góðar kenslur og góð minnir. Har livdu vit so nær hvør øðrum, arbeiddu saman, gjørdu mat saman, ótu saman, skemtaðu saman, upplivdu náttúruna saman, og fóru til hvíldar saman. Har var ein slíkur vinskapur og friður okkara millum, og sum dagarnir fóru,upplivdi eg hetta sum man av og á í lívinum upplivir, meira og meira at læra at kenna tær góðu og vakru síður í einum menniskja. Hetta upplivilsi hevði eg saman við Andreas og hinum, har lærdi eg veruliga tær góðu og vakru síðurnar hjá Andreasi at kenna, og havi eg mangan við takksemi minst hesar løtur, og tað geri eg eisini nú eg siti og skrivi hesi orð við vátum eygum og einum góðum og kensluríkum minni, um ein góðan vin, sum er farin í Harrans hendur, Gud vælsigni minni yvir Andreas og Gud vælsigni teg góða Lena og Annly. Snorri Minningarorð um ommu mína Mallu Samuelsen Tá ið eg fekk boðini um at omma var so ússalig, hugsaði eg bert um at koma heim skjótast gjørligt, so eg kundi halda hana í hondina, kína henni og vera um hana til tað síðsta. Tá ið eg fekk boðini um at omma var so ússalig, hugsaði eg bert um at koma heim skjótast gjørligt, so eg kundi halda hana í hondina, kína henni og vera um hana til tað síðsta. Á læraraskúlanum, greiddi eg tí donsku gentuni eg eri í bólki við um støðuna eg var í og at eg vildi heim sum skjótast. Hon bleiv eitt sindur bilsin og skilti als ikki trupulleikan. >>Hvussu gomul er omma tín<< spurdi hon. >>88 ára gomul<< svarði eg. Jaman so er hon bara komin væl frá tí heila, svaraði hon ógvuliga líkaglað. Soleiðis at skilja at so átti eg ikki at vera so kedd av tí. Eg bleiv ógvuliga skuffað og vildi greiða henni frá, hvussu góð eg var við ommu mína og hvussu tætt eg var knýtt at henni. Men eg visti at um eg so greiddi frá í 100 ár, um ein tílíkan kærleika, kundi eg ikki seta hana inn í tað, um hon ikki sjálv hevði tílíkt tilknýti til síni nærmastu. Omma hennara búði í Jyllandi og hon hevði hvørki tíð ella ráð at vitja hana meiri enn einaferð um árið. Tá ið eg harafturímóti tonkti uppá ommu, hvussu vælsignað hon var við okkum øll bæði annað, triðja og fjórða ættarlið. Omma var aldrin einsamøll, tí sonurin Sjúrður og verdótturin Dora og børn teirra búði í niðaru hædd av húsunum, og tað var sera trygt fyri restina av familjuni at vita sær, at hon altíð kundi heita á tey. Omma var miðdepilin hjá okkum. Tað var hjá henni at vit øll samlaðust í álvara og gaman. Omma sat í køkskrókinum í sínum fasta stóli, við sínari víðagitnu cerutt sum var fest í ein serligan silvurpinn, og roykurin stóð frá soleiðis at vit illa nokk sóu hana. Hon var ikki altíð við í prátinum tí hon var í seinastuni sera dul. Misskiljingarnar í prátinum við hana sum hetta førdi við sær gav mangan láturin - serliga frá hennara síðu. >>Omma tú hevur klipt tær<< segði ein ommusonur. >>Hvat sigur tú<< svaraði omma. Hann royndi einaferð afturat, og tá ið hon ikki skilti nýtti hann kropsmál samstundis og peikaði á høvdið. Omma svaraði bilsin: >>Eri eg klikkað?<< Soleiðis upplivdi vit so mangan søgur, sum vit - og hon - ikki kundi lata vera við at flenna at, hóast hetta var eitt keðiligt brek hjá henni. Eg fekk trý góð ár saman við henni, tá eg búði hjá henni í mínari studentartíð. Hon fylgdi væl við nær man kom heim um náttina og viðmerkingar fullu her og har tá tað bleiv ov buldrasligt. Tá hon sat og greiddi frá sínum barndómi, og hvussu hennara lív hevði lagað seg, kundi man ikki annað enn hava stóra virðing fyri henni og eitt sindur av ringari samvitsku av at vera sloppin so lætt gjøgnum lívið. Ongin spenningsfilmur kundi sammetast við at hoyra hana greiða frá, hvussu tey lívbjargaðu sær tá í tíðini, og tað var nakað sum man kundi læra nógv av. Omma glymdi ongantíð tær hørðu tíðirnar og tí var hon sparin tó uttan at vera afturhaldandi, nei, javnvágin hjá henni at kunna geva frá sær og spara var heilt einastandandi. Hon byrjaði at ferðast tá hon var 50 ára gomul. Fór til Juguslavien, Italien, Týsklands og Grikkaland, bert fyri at nevna nøkur lond. Seinastu ferðina hon gjørdi 84 ára gomul, var tá ið hon og mamma vitjaðu meg í Frankaríki, har eg var au pair genta í Suðurfrankaríki. Tað var ein fragd at uppliva hana har njóta lívið. Tað hevði hon so sanniliga uppiborið. Eg kundi hildið fram og skriva eina heila bók um lívið hjá ommu, men vit fara øll at bera tað, sum hon gav, víðari til okkara børn, og æra minnið um ommu í hjørtum okkara. Vit fara at varðveita minnini um eina framúrskarandi ommu, sum vit elskaðu og sóu upp til. Hvíl í friði góða besta omma. Malla Størri sjálvræði til føroyingar Støðan hjá politisku flokkunum, tá tað snýr seg um sjálvstýri-samband, kann bólkast í tríggjar høvuðsleiðir: Varðveitan av verandi skipan - Størri sjálvræði innan ríkisfelagsskapin og tjóðveldi. Javnaðarflokkurin heldur, at vit nú eiga at finna eina felags støðu til hesar spurningar, í hvussu so er eina støðu, sum ein stórur meiriluti á løgtingi kann verða samdur um . Tí hevur flokkurin sett fram uppskot um setan av stjórnmálanevnd, sum skal kanna og viðgera spurningin um broyting í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya. Marita Petersen, løgtingskvinna fyri javnaðarflokkin, legði seinnapartin hósdagin fram uppskot til løgtingslóg um setan av stjórnmálanevnd. Talan er um at seta eina stjórnmálanevnd at kanna og viðgera spurningin um broyting í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya. Nevndin skal hava 13 limir. Harav skal løgtingið velja teir 8. Teir skulu vera løgtingsmenn og fyrrverandi løgtingsmenn. Millum hesar velur løgtingið formann og næstformann. Síðani tilnevnir løgmaður tveir landsstýrismenn sum nevndarlimir. Løgmaður kann gera av sjálvur at hava sæti í nevndini í staðin fyri ein landsstýrismann. Nevndarlimirnir, sum eru umrøddi oman fyri, velja sær aftrat 3 nevndarlimir, sum skulu hava hægri útbúgving í samfelagsvísindum og ikki hava sæti á tingi. Hetta skal nevndin gera Sambart uppskotinum skal stjórnmálanevndini kanna og lýsa verandi ríkisrættarstøðu Føroya, kanna og lýsa, hvørjir karmarnir eru fyri broyting, og hvør formliga broytingarmannagongdin eigur at vera og at enda gera uppskot um nýggja skipan við størri sjálvræði. Sambart uppskotinum hevur nevndin heimild at viðgera allar stjórnmálaspurningar, sum nevndin heldur hava týdning. Nevndin skal seta skrivara, sum skal hava hægri samfelagsvísindaliga útbúgving. Uppskotsstillarin sigur víðari í uppskotinum, at nevndin fær heimild at nýta pening til útreiðslur nevndarinnar, tó í mesta lagi 1,8 mio. kr. Nevndin skal vera liðug við arbeiði sítt við áliti og uppskoti í seinasta lagi 1. januar 1999. Ikki frammi áður Í viðmerkingunum til uppskotið sigur uppskotsstillarin, Marita Petersen, at uppskot at seta stjórnmálanevnd við løgtingslóg at koma við áliti um stýrisskipanarviðurskifti Føroya hava ikki fyrr verið sett fram á tingi, tá ið burtursæð verður frá løgtingsmáli nr. 42/1996. Uppskotini, sum hava verið sett fram higartil, hava verið uppskot til samtyktar um samráðingarheimild til løgtingsnevnd ella landsstýrið at tingast við donsku stjórnina um hesi viðurskifti ella ítøkilig broytingaruppskot til heimastýrislógina. Tó sett Jógvan Sundstein, løgtingsmaður í 80-unum, fram uppskot til samtyktar um at seta tingmannanevnd at endurskoða heimastýrislógina, men hetta uppskot fall á tingi. Víðari í viðmerkingunum stendur m.a.: -Tá landsstýrissamgongan millum fólkaflokkin og javnaðarflokkin varð skipað í januar 91, var ein partur av politisku avtaluni millum hesar flokkar at fremja broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya soleiðis, at sjálvræðið varð munandi víðkað. Tað varð tó beinanvegin greitt, at løgtingslógirnar um stýrisskipan Føroya í sermálum og um umboðsvald Føroya ikki fóru at vera nóg góðir karmar um fyrisiting av einum munandi øktum sjálvstýri. Sostatt fór landsstýrið fyrst undir at gera uppskot til nýggja stýrisskipanarlóg og sett nevnd at gera tílíkt uppskot. Hetta arbeiðið helt fram, eftir at landsstýrið í apríl 93 varð umskipað soleiðis, at tjóðveldisflokkurin og sjálvstýrisflokkurin komu uppí í staðin fyri fólkaflokkin. Víðari stendur í viðmerkingunum, at stýrisskipanarlógin kom í gildi á ólavsøku 95 og í síni heild á ólavsøku 96. Tá var so hesin parturin av arbeiðinum, sum samgongan setti sær fyri, lokin. Nýval var til løgtingið í juli 94, og eitt annað landsstýri tók við. Meira bleiv tí ikki gjørt við ætlanina um broyting í ríkisrættarligu støðuni. Løgtingið setti um mánaðarskiftið nov/des 97 nevnd sambært grein 25 í tingskipanini at gera uppskot til setan av stjórnmálanevnd. Úrslitið varð lógaruppskot um tílíka nevnd. Uppskotið vann ikki frama á tingi. Í viðmerkingunum vísir Marita Petersen vegna javnaðarflokkin á støðuna hjá politisku flokkunum, sum kann bólkar í tríggjar høvuðsleiðir, tá tað snýr seg um spurningin sjálvstýrisamband: Varðveitan av verandi skipan - Størri sjálvræði innan ríkisfelagsskapin og Tjóðveldi. Javnaðarflokkurin heldur, at vit nú eiga at finna eina felags støðu til hesar spurningar, í hvussu er eina støðu, sum ein stórur meiriluti á løgtingi kann verða samdur um. Tí leggur javnaðarflokkurin nú fram uppskot um stjórnmálanevnd fyri at fáa til vega tað best møguliga grundarlagið at taka støðu á. Víst verður á, at uppskotið víkir frá uppskotinum í løgtingsmálinum frá 96 á tann hátt, at tað ikki er álagt nevndini at gera fleiri uppskot, men einans at gera uppskot til nýggja skipan við størri sjálvræði. Harafturat er í hesum uppskoti ikki beinleiðis álagt nevndini at endurskoða stýrisskipanarlógina og løgtingsvallógina. Hetta kann nevndin gera, um hon heldur tað vera neyðugt í sambandi við arbeiðssetningin. Broytingar í ríkisrættarligu skipanini kunnu ikki einvíst fremjast av føroyska lóggávu- og umsitingarvaldinum. Men áðrenn nakrar samráðingar kunnu fara fram við donsku stjórnina, eigur Føroya løgting at hava eina breiða og greiða støðu til, hvørja leið vit vilja halda stendur ma. í viðmerkingunum til uppskotið. Reiðararnir vilja altíð hava hýruna setta niður! Eitt av tí sum verður brúkt ímóti uppskotinum um serliga skattaskipan fyri sjófólk er, at hetta skal bert vera ein umvegis hjálp til reiðaran. Og at hetta skal vera ein liður í royndini hjá fólkaflokkinum at fáa lønirnar niður. >>Fidusurin<< skal vera, at tá uppskotið er samtykt verður parturin hjá fiskimonnum lækkaður í sáttmálanum. Og nú verður reiðarafelagið eisini brúkt í hesi herferðini. Til hetta er stutt at siga, at í fleiri av seinastu samráðingum hevur reiðarafelagið lagt hart út við krav um niðurskurð av hýrunum. Her hava manningarfeløgini roynt at verja borg, og tað er í øllum førum eydnast at semjast um ein nýggjan sáttmála uttan verkfall. Jákup Sólstein kann sjálvsagt hava sína hugsan um hetta mál. Men tað verður eingin sáttmáli gjørdur uttan at fiskimannafelagið eisini góðkennir hann. Og fiskimannafelagið hevur í alla sína tíð samráðst við ábyrgd yvirfyri fiskimonnum.Tað ber als ikki til at siga annað um samráðingar sum liggja eitt ár fram í tíðina. Óli Jacobsen Niðurstøðan niðurslitin Í umrøðuni á tingi herfyri um støðuna hjá teimum brekaðu í Føroyum, hoyrdi tú ferð eftir ferð, at okkara háttvirdu tingmenn leikaðu í og skeldaðu hvønn annan út, meðan teir, ein fyri og annar eftir, staðfestu, at alt samfelagið var niðurslitið. Skip vóru niðurslitin, sjúkrahús vóru niðurslitin, ellisheim vóru niðurslitin, skúlar vóru niðurslitnir, vegir vóru niðurslitnir osfr. Áhugaverd umrøða! Hvør skal siga, hvat billa tey øll sær inn, at hava slitið alt mítt samfelag niður, uttan at hava biðið meg um loyvi?! Men hetta var eitt stak vánaligt hoyrispæl! Tí, sum lurtari kanst tú spyrja teg sjálvan: Hvat er tað tey standa og siga? Hvat er slitið niður? Hví er tað slitið niður? Hvør hevur slitið tað niður? Nær? Og hvussu?? Hugsa vit um tað almenna Føroyar, hevur landið so ikki alla tíðina havt sínar ráðgevarar, leiðarar og stjórar, sum hava stjórnað tí, sum stjórnast skuldi. Hava hesir persónar ikki boðað frá um tað, sum var slitið niður, og hvat, av teirri orsøk, mátti skiftast út ella mátti umvælast? Er tað satt, at allir hesir ráðgevarar, leiðarar og stjórar hava tagt? Hvussu hava umsóknir teirra verið viðgjørdar? Vit hava nú í sjey-átta ár stríðst við at fáa alt at hanga saman. Úrslitið er, at nú hongur alt, men ikki saman. Tað heilt komiska við umrøðuni er, at tað stórt sæð, eru teir somu politikararnir, sum hava sitið og noktað umsóknum, sum hava noktað skilagóðum, íløgum, ið kanska høvdu ført til skilagóðan framburð, sum nú standa og staðfesta, at alt er niðurslitið, og teir siga seg ikki skilja eitt petti av øllum hesum. Politikararnir hava hesi árini samtykt lógir á so mongum økjum kunngerðir eru settar í verk, og umsitingin hevur sett fólk í størv at røkja ognir og uppgávur fyri tað almenna. Tá ið so fíggjarlógin fyri framtíðina er til viðgerðar, fáa stovnarnir at vita, at pening skulu teir ikki vænta sær. Og als ikki so nógvar, sum teir hava fyri neyðini. - So um politikararnir einki skilja av øllum hesum, so er hetta besta dømið um, at teir ikki eru egnaðir til uppgávuna, og tí skulu vit skunda okkum at takka teimum fyri tað, teir hava gjørt - og sleppa teimum undan hesari ábyrgd, skjótast gjørligt. Og so sleppa vit eisini undan aftur at síggja teir standa sum kánus. Tað kann kennast eitt sindur pínligt viðhvørt. Úti á stovnunum sita fólk í ramasta álvara og, eftir skornum leisti, gera tey eitt uppskot fyri og annað eftir um, hvussu tey, á besta hátt, halda seg klára at sigla ímillum skerini, við tí, sum er og kanska einum sindri aftrat, og kortini at varðveita skinnið á nøsini. Men uppskotini koma ikki vegin fram. Tú hoyrir einki aftur. Ikki eitt kis. Tey verða ikki viðgjørd í fíggjarlógaruppskotinum, sum fer niðan í Løgtingið, og sum nú verður prentað og kann keypast í bókabúðini fyri kr. 50,- Tískil er vandi fyri, at hvørki løgtingsmenn, fíggjarnevnd ella almenningurin nakrantíð fáa at vita, hvussu veruliga er statt við teimum almennu uppgávunum. - Ikki fyrr enn øll hava brúkt alt upp ella eru um at gera tað, tá fara klokkurnar at ringja - og øll upp at garta við uppsagnarhóttanum, niðurbundnum tænastum og afturlatnum, almennum bygningum. Alt verður ótrygt og trilvandi og tá haraftrat trivnaðurin, sum øll tosa um, er fokin, tá kunnu teir so seta eftirlit í verk av ymiskum slag og kanna og endavenda, at forða og fyribyrgja, men tá gloyma teir aftur, at hetta eisini kostar pening. Og so standa teir aftur sum kánus. Í umrøðuni á tingi henda dagin, saknaði eg veruliga eitt fyribrigdi, tað var tað, sum summi nú á døgum kalla sjálvkritikk. Hetta fyribrigdi er eftir øllum at døma ikki til staðar í Løgtinginum. Og man tað ikki vera hetta, sum er í vegin við føroyskum politikki í dag? Har er snøgt sagt eingin sjálvkritikkur. Skulu vit koma burtur úr hesum ruðuleikanum, mugu vit gera okkum greitt, hvat tað er, vit vilja, - og hetta mugu vit hava lógarfest. Vit mugu seta roknistykki soleiðis upp, at vit síggja, at vit hava so og so nógvan pening, og fyri henda pening klára vit so og so nógv. Punktum. Alt annað er tvætl, vánaligur sjónleikur og politiskt valagn. Møsn. Tí kanska hava vit ikki ráð til øll hesi ellisheimini, sjúkrahúsini, sjónleikarhúsini, skúlarnar, bókasøvnini, skipini, havnirnar, vegirnar, tunlarnar, grunnarnar, starvsfólkini, ja, til alla hesa umsitingina, men so mugu politikararnir, fyrstir av øllum, viðurkenna tað, - og seta lógirnar úr gildi, og so kunnu vit annars gekka okkum fram á leið. Men álvaratos, so haldi eg, at tað, sum eftir øllum at døma er mest niðurslitið, er okkara politiska manning. Tí tað kann ikki forsvarast, at teir ein dag samtykkja lógir, sum teir vita kosta pening, og dagin eftir samtykkja teir lógir, um ikki at veita pening til tær lógir, teir samtyku í gjár. Í veruleikanum er tað hetta, ið fer fram. Ella sagt við øðrum orðum. Stutt og greitt: Niðurstøðan er niðurslitin. Martin Næs Hatta er fulkomuliga ørt Tað fer at kosta ein risaupphædd at umsita hasar broytingarnar og undantøkini, politikkararnir eru í ferð við at gera í mvg lógini, sigur ein teirra, sum í síni tíð var við til at hjálpa føroyingum í gongd viðmvg skipanini. Skipanin verður ikki til at stýra og fer at enda sum reint anarki Tað fer at kosta eina >>formuu<< at umsita eitt sundurbýtt meirvirðisgjald, sigur danskur serfrøðingur, sum hevur verið við til at hjálpa føroyingum í gongd við mvg skipanini. Hann heldur tað vera fulkomuliga burturvið at fara at gera undantøk yvirhøvur. Royndirnar vísa, at tey londini í Europa, sum hava havt fleiri prosentsatsir, nú ganga frá hesum. Sjálvir hava danir ongantíð havt differentierað meirvirðisgjald, og teir hava eisini ávarða føroyingar í móti at fara undir slíkt. Kelda okkara, sum hevur ferðast víða og hjálpt ymsum londum á økinum, sigur, at sundurbýtt meirvirðisgjald kostar tað sama, um tað eru fimm milliónir ella 45.000 fólk, skipanin umfatar. Fyristitingin verður tann sama, og trupuleikarnir eisini. Maðurin, Sosialurin hevur tosað við, hevur millum annað verið í nógvum londum, har fleiri satsir eru, og har eru trupuleikarnir øgiligir, sigur hann. Og soleiðis fer tað eisini at verða her, er hann ivaleysur um. Tað fer at verða at kalla ómøguligt at halda skil á tí gráa økinum, sum kemur at liggja millum frítiknar og skyldugar vørur og tænastur í somu fyritøku. Hann sigur, at um eini fimm ár virkar einki sum helst í lógini, um hetta verður gongdin. Tað verður tað reina anarki, sigur danski mvg serfrøðingurin, Sosialurin hevur tosað við. Danir hava roynt aðrar møguleikar. Til dømis varð einaferð avgjørt at lækka mvg satsin munandi í eitt ávíst tíðarskeið fyri á tann hátt at fáa meira virksemi í landinum. Tað bar eisini til, og so varð satsurin hækkaður aftur. Hann heldur, at vit heldur enn at býta sundur, áttu at roynt hendan møguleikan við at skorið niður yvir ein kamb í eitt ávíst tíðarskeið. Tað ljóðar hugaligt og tilforlátiligt at lata húsabygging og umvælingar sleppa undan meirvirðisgjaldi. Men eisini her er vandi á ferð, heldur kelda okkara. Um so er, at mvg verður tikið av lønum, kann væntast, at onkur finnur út av at fakturera soleiðis, at av til dømis einum innfluttum, tilgjørdum sniðhúsum, verður nógv tann minsti parturin faktureraður sum tilfar, meðan lønir fara við restini. Ikki er menniskjan ørðvísi enn so. Hinvegin hava danir góðar royndir av aðrari skipan, sigur danski serfrøðingurin. Har varð gjørt soleiðis, at tá fólk fingu skrásettan handverkara at arbeiða upp á húsini, bar til aftaná, at arbeiðið var liðugt, at fara til kommununa og fáa meirvirðisgjaldið afturgoldið sum stuðul. Sjálvur er danski serfrøðingurin ikki í iva um, at tað eisini fer at geva handverksvinnuni í Føroyum stórar trupuleikar, nú aftur verður pilkað við mvg skipanina. Aftur at skula seta seg inn í nýggjar og fleiri satsir, er ikki nakað, smáar fyritøkur plaga at verða so glaðar fyri, sigur hann. Tá kelda okkara fekk at vita, at eitt av uppskotunum helst fór at verða, at hárfríðkannarstovur skuldu flytast í § 12 og soleiðis fáa alt mvg afturgoldið, gjørdist tøgn í hinum endanum. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Ein lætti at bankakanningin skjótt er liðug Forsætisráðharrin er ikki bangin fyri úrslitinum av bankakanningini, og hann kemur ikki til Føroya at slætta sjógv, men um málið verður tikið upp á Ríkisfundinum, so verður tað tikið við, millum hini málini, sum teir tríggir ríkisleiðararnir fara at tosa um, sigur Poul Nyrup Rasmussen Aftaná áralongu tøgnina millum Danmark og Føroya, verður nú møguleiki at tosa leyst og fast um ymisk mál. Eisini nøkur, sum higartil hava verið tagd burtur. Poul Nyrup Rasmussen heldur, at nú er stundin komin at javnseta londini í ríkisfelagsskapinum. Tað er hansara hugskot at Ríkisfundirnir hereftir verða hildnir skiftivís í Føroyum, Grønlandi og í Danmark. Atfinningarnar móti at Nyrup Rasmussen kemur til Føroya, júst eina viku áðrenn úrslitið av bankakanningini kemur, eru nógvar. Vil javnstilla londini í ríkisfelagsskapinum Sjálvur sigur Nyrup Rasmussen, at Ríkisfundurin var avtalaður fyri hálvum ári síðan, men at tankin um at halda fundin í Føroyum búnaðist, tá hann hitti føroyingar á norðurlandaráðsfundi í Helsinki. Tann fundurin var eftir hansara tykki sera væl eydnaður. Hann gjørdi tí av at tosa við Edmund Joensen og Jonathan Motzfeldt um nýskipanina. ­ Við at halda Ríkisfundin í Føroyum, vil eg samstundis rætta føroyingum eina hond, við vón um, at vit kunnu tosa saman, hóast teir trupulleikar, sum eru og hava verið millum okkum seinastu árini, sigur forsætisráðharrin. ­ Eisini haldi eg, at tíðin er komin at javnseta londini í ríkisfelagsskapinum. Tað kunnu vit gera í virðing fyri hvør øðrum, við at skiftast um at halda hesir fundir, sigur Nyrup Rasmussen. Sýtir ikki fyri at tosa við nakran - Hvat heldur tú um, at teir føroysku politikararnir ikki vilja hitta teg? ­ Persónliga haldi eg, at um onkur vil hitta meg ella skifta orð við meg um eitthvørt mál, so vil eg ikki nokta fyri tí. ­ Eg komi til Føroya í tveimum ørindum. Tað eina er nýskipanin við at halda Ríkisfundin í Føroyum hesaferð. Tað haldi eg er ein góð byrjan, sum byggir á felagsábyrgd og virðing hvør fyri øðrum. ­ Vitjanin skal eisini skiljast sum ein útrætt hond til føroyingar. Um føroyskir politikarar ikki vilja tosa við meg, so noyðist eg at taka tað til eftirtektar, sigur forsætisráðharrin. ­ Viga ørindini sum ríkisleiðari meira enn tey, sum formaður í Sosialdemokratiska flokkinum, at vitja Javnaðaflokkin? - Eg komi til Føroya í sum forsætisráðharri, á fundin við Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformann í Grønlandi og Edmund Joensen, løgmann. Harnæst vil eg fegin sum forsætisráðharri tosa við føroyingar um felags mál. ­ Nú steðgi eg longur í Føroyum, enn hægst neyðugt er. Tað kemst av, at eg, sum formaður í Sosialdemokratiska flokkinum, fari at vitja Jóannes Eidesgaard, formann, og fólk í Javnaðarflokkinum. Vónandi verða eisini stundir at tosa við fólk annars, sum vilja tosa við meg, sigur Nyrup Rasmussen. ­ Hvat ætlar forsætisráðharrin at tosa við Javnaðarflokkn um? - Vit fara at tosa um felags hugskot og politiskt støði. Harnæst ætli eg mær at siga flokkinum, at eg havi virðing fyri floksarbeiði teirra, serliga í teimum truplu kreppuárunum. ­ Tað er ongantíð takksamt at hava politiska ábyrgd í slíkum krepputíðum, sum vóru í Føroyum fyri nøkrum árum síðan, sigur Nyrup Rasmussen, sum samstundir vónar at partarnir kunnu tosa um framtíðar samstarv. Forsætisráðharrin gleðir seg ótrúliga nógv at vitja oyggjarnar aftur, og vónar at fáa stundir at síggja meir á ferðini, enn tá hann var her seinast. Bankamálið hevur ligið í buktini ­ Hví hevur forsætisráðharrin ikki latið frætta frá sær so leingi? ­ Tað er einamest av tí, at tað hava verið trupulleikar millum londini bæði, men eg dylji ikki, at eg eisini havi havt trupulleikar at svara spurningum, sum hava havt við bankamálið at gera. ­ Tí havi eg kent tað sum mína skyldu at bíða til bankakanningin var av, sigur Nyrup Rasmussen og kvikar sær at leggja aftrat, at hóast hann ikki hevur vitjað í Føroyum, so hevur sambandið ikki verið kvett á stokkinum. Nakrar uppgávur av týdningini fyri londini bæði, eru loystar. Hann nevnir eitt nú málið um at varðveita Framtaksgrunnin, so sum føroyingar ynsktu tað. Ríkisfundirnir eru ikki loyniligir ­ Vanliga verður hildið, at Ríkisfundirnir eru loyniligir, av tí at almenningurin ikki hevur fingið nakað at vita. Hvørji evni verða umrødd á fundinum 6. januar? ­ Ríkisfundirnir eru als ikki loyniligir. Hóast vit ikki hava so fasta dagsskrá, so kann eg siga, at vit viðgera felagsmál. Á hesum fundum er orðið meira frítt, har vit kunna hvønn annan um tey mál, sum hava týdning fyri hvørt landið sær. ­ Spurningar um fiskivinnuna vilja helst bæði føroyingar og grønlendingar verða áhugaðir at tosa um, og eg vil sjálvur kunna hinar um ES-fundin í Luxemburg. Vit plaga annars eisini at tosa um fíggjarligu viðurskiftini í londunum.Aftaná verður tíðindafundur, og tá kunnu journalistar frætta um innihaldið á fundinum, sigur Nyrup Rasmussen. - Fara tit at tosa um bankamálið á fundinum? - Tað eru og verða eingi forboð sett, fyri at tosa um nakað mál yvirhøvur. Um bankamálið kemur upp at venda, so tosa vit eisini um tað. Vit eiga at kunna tosa um alt á ferðini 'Føroyum, sigur ein avgjørdur forsætisráðharri. Síðani fellur prátið á týdningin í ríkisfelagsskapinum, og um tað bert hongur saman í køldum lógargreinum og fíggjarpolitikki. Tað menniskjansliga eigur at telja mest Eisini tosa vit um, hvørt tað menniskjansliga og mentanarliga, eitt nú, at danir, grønlendingar og føroyingar eru so ymskir í hugsunarhátti og tosingarlag, hevur virði fyri ríkisfelagsskapinum, heldur enn bert tað fíggjarliga, sigur forsætisráðharrin: ­ Tað verður, ið hvussu so er, ongantíð tað búskaparliga einsamalt, sum heldur ríkisfelagsskapinum uppi.Menniskjansligu virðini eru grundarlag undir felagsskapinum. ­ Eisini skal takst við í umhugsanini, at vit hava felags søgu og mentan. Hóast eg væl veit, at tað hava verið trupulleikar okkara millum gjøgnum tíðirnar, so veit eg kortini eisini, at danska stjórnin hevur hjálpt og stuðlað, tá Føroyar komu í truplastu búskaparligu kreppuna nakrantíð, sigur Nyrup Rasmussen. Hann heldur persónliga, at tað ongantíð skal verða eitt ivamál, at ríkisfelagskapurin byggir á menniskjanslig og mentanarlig virðir, umframt tað búskaparliga. ­ Nógvir trupulleikar eru seinastu árini íkomnir, tí danir ikki skilja, hvussu føroyingar hugsa og tosa? - Persónliga haldi eg tað vera umráðandi, at vit skilja hvat verður sagt. Tað krevur kortini at báðir partar eru opnir fyri hvør øðrum, júst tí at vit eru tvey ymisk fólkasløg. ­ Tað krevur hinvegin av okkum dønum, at vit noyðast at seta okkum serliga væl inn í føroysk viðurskifti og liviumstøður. Tað var so nógv eg ikki visti nóg nógv um ­ Visti tú nóg mikið um føroysk viðurskifti, tá tú tók við sum forsætisráðharri í 1993? - Lat meg siga tað soleiðis: ­ Tað vóru so nógv mál, sum eg ikki visti nóg mikið um, tað noyðist eg at viðganga, men eg haldi meg kortini hava lært nógv um føroyingar og viðurskiftini í Føroyum, hesi árini. ­ Visti tú nóg mikið um viðurskiftini í Føroyum, tá partabrævaumbýtið fór fram. Her hugsi eg serliga um tá sagt verður, at tú segði ósatt fyri føroysku myndugleikunum í hesum máli? ­ Eg havi fingið nógvar spurningar um bankamálið, og oftani havi eg havt hug at taka lut í hesum orðaskifti, men eg havi mett, at tað loysir ongar trupulleikar, at leggja seg út í málið, áðrenn bankakanningin er liðug, sigur Poul Nyrup Rasmussen. Hann hevur veruliga gjørt alt hann er mentur fyri at fáa eina so góða nágreiniliga kanning, ið til ber, og sum avdúkar alt, sum er farið fram í málinum. ­ Tá kanningin er liðug, vóni eg at vit fáa eitt haldgott grundarlag at tosa saman um, og byggja víðari á. ­Tú ert ikki bangin fyri úrslitinum av kanningini? - Nei, heldur hinvegin. Tað verður ein stórur lætti fyri meg, tá úrslitið verður lagt fram, tí tá hava vit eitt grundarlag at halda okkum til, sigur Nyrup Ramsussen. Forsætisráðharrin veit um SvF sendingarnar um bankamálið, men hann veit ikki, at trupulleikar hava verið av at fáa alment innlit í málinum, tá Poul Schlüther stjórnin samtykti at føroyingar skuldu yvirtaka undirgrundina. Føroyingar eiga øll rættindini Spurdur, um føroyingar eiga allan rættin til undirgrundina, um olja verður funnin, váttar forsætisráðharrin, at bert føroyingar eiga rættindini til tað, sum kemur úr føroysku undirgrundini. Í samband við marknastríðið við Bretland, er tíðarfreist sett til 15. januar 1998. Tá skal gerast av, um málið skal fáa politiska viðgerð ella um tað skal leggjast fyri dómstólin í Haag at gera av, hvat markið skal vera. ­ Fara danir at luttka aktivt í hesum samráðingum? ­ Eftir hvat eg havi skilt, so er endalig tíðarfreist ikki avtalað, men rætt er, at partarnir á seinasta fundi í juli í ár, vildu hava málið avgreitt innan eitt hálvt ár. 15. januar er sostatt ikki seinasta freist, sigur Nyrup Rasmussen. Føroyingar taka støðu - vit lurta eftir tykkum Hann leggur dent á, at tað avgerandi í hesum máli er, hvørja avgerð føroyingar taka. Síðani vil danska stjórnin og Nyrup Rasmussen persónliga, lurta ógvuliga væl eftir, hvat føroyingar hava at bera fram. - Eg haldi eisini, at tað hevur týdning, at danir og føroyingar, í hesum føri, semjast um at tosa sama mál. - Higartil hevur tað verið striltið at samráðast við bretar, men sum eg skilji á føroyingum, so hevur samstarvið okkara millum riggað væl. Eg havi eisini lagt til merkis, at Landsstýrið hevur kent seg at hava fingið tann stuðul frá Danmark, sum brúk hevur verið fyri. - Men sjálvandi. Tá samanum kemur, so eigur tað at vera tann føroyski politiski meirlutin, sum ger av, hvussu marknamálið skal avgreiðast, og í Danmark fara vit at taka tað til eftirtektar, sum føroyingar vilja sigur Nyrup Rasmussen.Føroyska uttanlandsskuldin er umleið 6 mia. krónur. Okkurt klókt høvd hevur roknað út, at um møguligt yvirskot á fíggjarlógini til støddar 100 mió. krónur, verður nýtt sum afturbering árliga, so verða tey børn, ið vóru fødd í kreppuárunum pensionistar, áðrenn skuldin er afturgoldin. Samráðingar um uttanlandsskuldina - Hevur forsætisráðharrin gjørt sær nakrar tankar um, undir hvørjum treytum og hvussu nógv skal falla til gjaldingar í senn, og yvir hvussu langt áramál? - Sambært avtaluni er ein skipan gjørd, hvussu skuldin skal gjaldast aftur. Um stutta tíð fara vit at tosa við Landsstýrið. Eftir avtaluni frá 1995 skuldi hetta verið gjørt í ár, men verður nú útsett til á vári 1998. Forsætisráðharrin sigur í politiskum vendingum, at danska stjórnin vil vísa ein góðan vilja, so vit í felag kunnu røkka málinum. Fyribils er tað upp til Landsstýrið at siga sína hugsan, áðrenn farið verður til samráðingarborðið, at tosa um skuldina. Poul Nyrup Rasmussen hevur eisini sæð filmin "Barbara^3, og hann var eins hugtikin av náttúrulýsingunum, sum hann helt seg kenna aftur frá sínum egnu upplivingum, tá hann vitjaði seinast. - Heldur tú at filmurin lýsti føroysku fólkasálina? - Jú, eg haldi, at hon hómaðist, tó at filmurin ikki er so djúpur í síni søgugongd, sum eg minnist søguna, tá eg læs bókina, sigur Nyrup Rasmussen. Hann heldur kortini, at teir føroysku sjónleikararnir spældu væl, og at teir saman við vøkru náttúrumyndunum, settu føroyskan dám á filmin. Brúk fyri hvør øðrum ­ Hvørjar hugsanir gert tú tær um, at føroyingar nú tosa um loysing, ella broyting av heimastýrislógini? ­ Sum áður sagt, so haldi eg at londini í Ríkisfelagsskapinum mentanarliga og menniskjansliga eru tengd nær saman. ­ Tað hevur týdning, ikki minst í einum altjóða umskiftiligum heimi, har kappingin er hørð. Tað ger, at vit hava brúk fyri hvør øðrum í felagsskapinum. Harnæst haldi eg, at vit hava so nógv, sum virka ríkandi millum ríkispartarnar. Broytingar í framtíðini Poul Nyrup Rasmusen sigur, at hann veit væl - og tað vita føroyingar eisini, at felagsskapurin gjøgnum søguna hevur verið ógvuliga dramatiskur, í góðum eins væl og í vánaligum tíðum. Hann heldur kortini, at eingin, sum hevur verið í Føroyum, ivast í, at nógv og sterk bond binda Føroyar og Danmark saman, bæði persónlig- eins væl og í familjum. ­ Tá eg komi til Føroya, fari eg at lurta væl eftir, hvørji ynski føroyingar hava til møguligan framtíðar felagsskap. ­ Í mínum huga er tað heilt náttúrligt at fólkið í Føroyum skal hava seinasta orðið í hesum máli, sigur Poul Nyrup Rasmussen. Kann onki siga Jóannes Eidesgaard er selkaður, men hann hevur tagnarskyldu og fær tí onki sagt -enn ­ Eg fái onki sagt enn. ­ Men eg eri skelkaður av tí, sum er komið fram í sjónvarpinum. Formaður javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard hevur vitnað í bankamálinum og fær tí onki sagt enn. ­ Vit eru bundin av tagnarskyldu, og hesi tagnarskyldu eru vit ikki leys av, fyrrenn hon er liðug og hevur lagt úrslitið fram. Annars heldur Eidesgaard, at føroyingar eiga at sláa kalt vatn í blóðið og bíða eftir úrslitinum hjá bankakanningarnevndini. ­ Eg haldi, at tað er skeivt at gera nakað nú. Tað ber eisini til at kanna seg í hel. ­ Uttan mun til tað, sum er komið fram í teimum sera áhugaverdu sjónvarpssendingunum, haldi eg, at vit eiga at bíða eftir úrslitinum hjá bankakanningarnevndini. ­­ Og tá ið tað er komið, kunnu vit leggja arbeiðið framyvir til rættis. Aftaná alt tað, sum er komið fram, ber tað so til at hava álit á eini nevnd, sum forsætismálaráðið hevur valt. ­ Tað er ringt at siga. Men lat okkum ikki brúka ov nógvar kreftir uppá gitingar. ­ Lat okkum síggja úr, slitið og so kunnu vit taka støðu eftir tí. Annars heldur Jóa-nnes Eidesgaard, at tað er ótrúliga skelkandi, sum er komið fram. ­ Eg siti eftir við eini óhugnaligari kenslu at verða hálaður runt í manegini, sigur Jóannes Eidesgaard. Tað er ófatiligt at tey bara sita hendur í favn Vit kunnu ikki blíva við at lata okkum hála ígjøgnum rununa. ­Tað ber ikki til at hava álit á nevndini, sum kannar bankamálið. Tí skulu vit seta okkara egnu kanningar í verk, áðrenn bankanevndin leggur sítt úrslit fram ­ Eg skilji ikki, at politikararnir bara sita hendur og favn og bíða. Tí hvør kann í dag hava álit á, at bankakanningarnevndin er so óheft, sum skal vera. Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri, og fyrrverandi landsstýrismaður, er ein teirra, sum hevur mist alt álit á bankakanningarnevndini - og á donskum politikarum og embætisfólki sum heild. Hann sigur, at passar tað, sum er ført fram í sjónvarpinum nú í trimum sendingum um donsku kreppuloysnirnar í Føroyum, er tað so álvarligt, at vit eiga at taka málið í okkara egnu hendur. ­ Passar tað, sum sjónvarpið hevur ført fram, avdúkar tað at danskir myndugleikar hava lagt eina ráðagerð ímóti eini heili tjóð í Norðuratlantshavi, sum er so grov, at hon hevur ikki sín líka í vesturheiminum í nýggjari tíð. ­ Og tey, sum hava lagt hesa ráðagerð ímóti okkum, er fremsta politiska, umsitingarliga og fíggjarliga vald í danska ríkinum. Tað er sjálvt forsætismálaráðið, Ídnaðarmálaráðið, Fíggjareftirlitið og Den Danske Bank. ­ Tí dugi eg ikki at skilja at landspolitikarar okkara bara hava sett seg hendur í favn at bíða eftir úrslitinum av hjá bankakanningarnevndini. ­Tí eitt er at verða lumpaður uttan at vita av tí. Eitt heilt annað er at verða lumpaður, og vita av tí. Tá ber ikki til at seta seg upp afturá at bíða. ­ Vit kunnu ikki longur lata okkum draga eftir hárinum. Eftir tí, sum er avdúkað í sjónvarpinum, ber ikki til at hava álit á nøkrum, heldur ikki á bankakanningarnevndini. ­ Eftir tí, sum er komið fram í sjónvarpinum, er danska ráðagerðin ímóti okkum so grov, at tað er ongin sum sigur, at bankakanningarnevndin ikki eisini er ein partur í somu ráðagerð. ­ Tí hvussu kunnu vit hava álit á eini nevnd, sum hetta sama forsætismálaráð hevur valt, sum frammanundan hevur lumpað okkum so grovliga, og verið við til at smurt eina skuld uppá 2,7 miljardir uppá okkum føroyingar. Páll Vang sigur, at tað er ongin sum sigur, at danskir myndugleikar ikki eisini hava bílagt bankakanningarnevndina til at koma við einum ávísum úrsliti, sum hóvar teimum. ­ Eg skilti ongantíð, at danska stjórnin noktaði okkum dómarakanningina. ­ Men eftir at hava fylgt við í sjónvarpinum í seinastuni, skilji eg tað betur. ­ Men eftir tí, sum er komið fram, ber ikki til at hava álit á nevndini. Tí hvør sigur, at ikki eisini hon er politiskt stýrd, og at úrslitið er greitt frammanundan. ­ Tí eiga vit beinanvegin at boða frá, at vit hava ikki álit á bankakanningarnevndini og vit eiga beinanvegin nú at boða frá, at vit vilja ikki vitað av úrslitinum. Páll Vang sigur, at ístaðin eiga vit at seta okkara egnu kanningar í verk. ­ Vit eiga at velja nakrar sakførarar, føroyskar, norskar og svenskar - bara ikki danskar - at kanna málið fyri okkum av nýggjum. ­ Hesir sakførarar skulu biðja um tey skjøl, sjónvarpið hevur, og tey skjøl, sum sjónvarpið ikki fekk. ­ Og tað vildi verið løgið, um danska stjørnin noktaði føroyskum myndugleikum skjøl, sum viðvíkja føroyska samfelagnum, heldur Páll Vang. ­ Vit eiga at gera tað beinanvegin, áðrenn bankakanningarnevndin hevur lagt úrslitið fram. ­ Tí bíða vit til nevndin er liðug, og úrslitið gongur okkum ímóti, verður tað brúkt ímóti okkum. Tá er ov seint at siga, at vit góðtaka ikki bankakanningina. Páll Vang sigur, at løgtingið eigur at seta pening av á næstu fíggjarlóg til arbeiðið. ­ Við at seta okkara egnu kanningar í verk beinanvegin, vísa vit, at vit eru ørkymlað av tí, sum er komið fram, og at vit hava onki álit á teirri kanning, sum er á veg. Páll Vang sigur, at vísur tað seg, at hægsta politiska vald í Danmark hevur stýrt Føroyum beint í eina kreppu, sum bleiv so djúp, sum, sum hon bleiv, er tað so álvarsligt, at tað er nógv verri enn tær 2,7 milliardirnar, sum bankabjargingarnar kostaðu. ­ Tí tá er málið so álvarsligt, at vit mugu fara til verka fyri tey, sum mistu milliónir í partapengum í teimum trimum bankunum, tey sum mistu milliónir á bókunum í Fossbankanum, teir túsundtals føroyingar, sum mistu arbeiði, teir túsundtals føroyingarnir, sum noyddust at flýggja av landinum, og teir hundraðtals føroyingar, sum noyddust frá frá húsi og heimi. ­ Og kann tað prógvast, at talan er um eina danska, politiska ráðagerð, er eingin ivi um, at talan eigur at verða um eitt fíggjarligt krav ímóti dønum sum vigar upp ímóti tí, sum kreppan kostaði føroyingum krav - um neyðugt við einum sakarmáli, sigur Páll Vang. Kommunuskuldin Miðvágs kommuna bíligari rakstur enn Sjóvar Kommuna Eg var ikki sørt skakkur, tá eg las grein í bløðunum um kommunuskuldina, har bygdaráðsformaðurin í Sjóvar Sókn nýtir heilt skeiv tøl fyri Miðvágs kommunu og kemur til ta niðurstøðu, at: >>Tey á Skála duga nógv betur at umsita pengar, enn tey gera í Miðvági<<. Tað gera tey kanska, eg veit ikki um tey tølini, har eru nýtt eru røtt heldur enn okkara. Nettoskuldin hjá Miðvágs kommunu í dag er kr. 38.000.000 íroknað kreppulánsgrunnin og ikki kr. 45.000.000 sum Eivind Jacobsen skrivar. Miðvágs kommuna rindar í ár uml. kr. 3.0 mill. í rentum og uml. kr. 3,3 mill. í avdráttum ikki tils. 4,2 mill. sum Eivind skrivar og til seinast nýtir Miðvágs kommuna ikki kr. 10,5 mill. til rakstu rog íløgur, men kr. 7,5 bæði í 1996 og í 1997, ella eina mill. minni enn Sjóvar kommuna. Sum hesi tølini vísa, so ger Miðvágs kommuna í hvussu er sítt besta fyri at minka um skuldina. Bert harmuligt at borgarar okkara, sum eru so hart fyrispentir av skatti, skulu lesa í bløðunum, at peningur teirra verður illa umsitin. Annars eri eg púra samdur við Eivind Jacobsen í, at allar kommunur, og serliga tær, sum skylda mest, eiga at gera sítt besta fyri at gjalda skuldina niður. Eivind Jacobsen er altíð vælkomin at nýta tøl úr Miðvágs kommunu, bert hann nýtir tey røttu. Johannes Klein, bygdaráðsformaður í Miðvágs kommunu Viðmerkingar til fíggjarlógina og annað Nú fíggjarlógin verður endaliga samtykt í løgtinginum, er hon ikki í sama líki, sum tá ið hon varð handað á landsstýrinum. Núverandi samgonga hevur sundur pegað hana, hon er broytt í stóran mun. Men bara fyri at taka eitt dømi, so er játtanin til vegin millum Norðoyri-Klaksvík strikað fyri 1998/99, eisini hvat viðvíkur byrgingini í Haraldssundi, hvar játtað varð árini 2000/2001 1,5 mill. fyri hvørt árið. Viðvíkjandi vegastrekkinum Norðoyri/Klaksvík, so er hetta ein stór skomm, at hesin liggur í hálvum gekki. Sum kunnugt, er onki játtað undanfarnu 2 árini. Tað er alneyðugt, at strandferðslan fær játtað 5 mill. til íløgur. Henda játtan skal nýtast til at leingja másan 2 m. og gera tað rúmsáttari fyri ferðafólk. Um summarið, kann tað koma fyri, at hann ikki nøktar tørvin tá ið ferðafólkastreymurin er uppá tað mesta. Sjúkrahúsverkið Nógv verður skrivað, at sjúkrahúsverkið er í skeljasori, um hetta er rætt, skal verða ósagt. Men, viðvíkjandi Klaksvíkar sjúkrahúsi, so hevur landsstýrið øll hesi seinastu árini lækkað játtanina til hetta sjúkrahús. Takka verið fíggjarnevndarlimum úr Norðoyum, hevur tað ikki eydnast teimum fullkomiliga at gera sjúkrahúsið bert til eitt viðgerðarstað. Nú hevur Klaksvíkar sjúkrahús fyri neyðini at fáa eina játtan meir upp á 3,2 mió. um virksemið skal halda fram á ein tryggan hátt. Hetta fer undirritaði at virka fyri, nú fíggjarlógin aftur kemur á tingborð, eisini tað, vit kunnu ikki liva við hesum ótryggleika í framtíðini. Havnaríløgur Klaksvíkar kommuna, og Tofta kommuna hava havt eina umsókn um stuðul inni í longri tíð til at betra havnaviðurskiftini, men hava fingið noktandi svar við tí grundgeving, at ongin stuðul varð latin framyvir til føroyskar havnir. Hetta haldi eg vera sera løgið, nú ein sær, at á fíggjarlógini eru játtaðar 3 mió. í stuðul tin eina ávísa havn. Sostatt meini eg, at grundgevingin fyri ikki at lata stuðul er burtur. Ein kundi trivið í nógv dømi, sum nú verandi samgonga hevur broytt á fíggjarlógini, men hetta vil verða alt ov rúgvismikið. Inntøkutrygd útróðrarmanna Eitt stórt inntak er gjørt á inntøkutrygdina í verandi lóggávu. Tað er møguliga nakað um tað, tí henda lóggáva virkar ikki sum ætlað. Men soleiðis er við øllum lógarsmíði, men sjálvandi eigur ein at rætta á slík fyribrigdi. Men at fara fram so avgerandi, at taka hesar fyrimunir hjá útróðrarmonnum av, er at fara ov langt. Nú er inntøkutrygdin lækkað frá at vera 8.900 kr. til 7.500 kr. Fyri at vera við í skipanini, skal avreiðast 10.000 k. pr. mann hvønn mánað. Hetta kann blíva ein tvørleiki hja útróðrarmonnum. Tað verða tíðir á árinum, vegna óveður í longri tíð og onnur brek, at tann vanligi útróðrarmaðurin fer at missa hesa inntøkutrygd. Tað er onki í vegin fyri at varðveita verandi skipan við einum strongum eftirliti, soleiðis at skipanin virkar, sum ætlanin var, tað skuldi borið til. Men ætlar núverandi samgonga at skúgva áhugamál útróðrarmanna til viks, so fer sjálvstýrisflokkurin at leggja uppskot á tingborð, soleiðis at útróðrarmenn fáa somu sømdir sum aðrir fiskimenn. Álvur Zachariasen Jan Müller Áhugabólkar hava makt - Útgjarðing og ábyrgdarloysi VIT kunnu ikki siga annað, enn at áhugabólkar - pressiónsbólkar - kunnu ávirka politikarar. Tað kann vera gagnligt, tí politiski myndugleikin kann vera á skeivari kós. Tað kemur fyri at mál - og serliga avleiðingarnar - verða ikki viðgjørd nóg væl. Og tá er hent, at eitt mál kemur upp aftur at venda MEN so hendir eisini tað, sum hendir viðhvørt, at politikarar hava ikki rygg at standa ímóti. Og tað tykist henda í hesum døgum, nú seinasta hond skal leggjast á fíggjarlógina fyri 1998. HERFYRI hevði leiðslan í sjúkrahúsverkinum avgjørt at lata eina deild aftur fyri at tálma nýtsluna og brúka arbeiðsmegina aðrastaðni. Fleiri áhugafeløg gera vart við ónøgd sína, og í SvF síggja vit syrgiligar myndir, tá fólk flyta út. Úrslitið er, at Løgtingið játtar 300.000 krónur, so fólkini kunnu flyta innaftur. Í SÍÐSTU viku boðar leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi frá, at neyðugt er at at skerja ávísar tænastur, um játtanin á fíggjarlógini ikki verður hækkað. Og tað sama hendir: politisk feløg, álitisfólk o.o. leggja trýst á politikararnar. Úrslitið er, at játtanin til alt sjúkrahúsverkið verður hækkað fleiri milliónir krónur - uttan at treytir fylgja við. TAÐ kann ikki vera stuttligt hjá Kristian Magnussen, landsstýrismanni í heilsumálum, sum fekk harraboð um, at øll játtanin skuldi vera innan fyri ein ávísan karm, nú at síggja, at alt arbeiðið at fáa kabalina at ganga upp, verður gjørt til skammar. Og hvat sigur Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú karmurin er sprongdur væl og virðiliga? HANN skuldi sjálvandi sligið nevan í borðið: >>Nú er well, annaðhvørt halda tit tykkum innan fyri karmin, eg havi sett, ella mugu tit sjálv taka ábyrgdina<<. Men tað ger hann ikki, tí hann er sjálvur í jólahýri - lækkar skatt, tekur av mvg, setir pening av til undirsjóvartunnil o.s.fr. - ímóti ráðunum frá t.d. landsbankastjóranum. HETTA er ábyrgdarleyst, tí tað er ymiskt sum bendir á, at búskaparligi byrðurin verður ikki so góður komandi ár - útlit eru fyri minni toskafiskiskapi, skrædli hjá flotanum, tá íløgustuðulin verður tikin av, og tað kann henda, at rentan hækkar aftur. Harafturat er heldur ikki lagt upp fyri, at vit skulu fara at gjalda uttanlandsskuld aftur næsta ár. V.ø.o. sýnir borgarliga landsstýrissamgongan einki annað enn ábyrgdarloysi í hesum døgum. Viking Band er aftur farið at láta Nú verður aftur møguligt at hoyra frá Viking Band, sum hevur ligið í dvala í longri tíð. Orkestrið fer um vikuskiftið at spæla í dansihølunum Hollywood í Havn. Viking Band spældi nógv fyrr, og tað var ikki bara í Føroyum, at teir royndu seg. Eisini í Íslandi var orkestri nógv frammi, meðan teir vóru í vælmaktini. Teir fimm, sum manna orkestri Viking Band, eru Ronnie Nielsen, Kolbein Simonsen, Arnbjørn Sivertsen, Njáll Sigurðjónsson og Georg eystan Á. Jólakonsert í Fuglafjarðar kirkju Trý kór fara at hava konsert í Fuglafjarðar kirkju leygardagin 20. des kl. 16.00. Aurora Borealis úr Havnini verður stjórnað av Ólavi Jøkladal, Fuglafjarðar sangkór stjórnar Frits Johannesen og Fuglafjarðar manskór stjórnar Heðin Kambsdal. Sungin verða t.d. jólaløg fyri blandað kór og solo við orgulfylgispæli. Fylgispælið hevur Heðin Kambsdal. Annars verður eisini sungið í kirkjuni jólakvøld sum vanligt. Leygardagur 20. desember 1997 Nøgdur við sáttmálarnar Tá hugsað verður um, at heildarveiðan skal lækkast komandi ár, hava føroyingar bara fingið hampuliga væl burtur úr, sigur stjórin í JFK Trol í Klaksvík Úrslitið av samráðingunum um veiðumøguleikarnar í Barentshavinum eru á góðari leið, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol í Klaksvík, sum eigur Skálaberg og Sundaberg. Hanus Hansen sigur, at vit vistu av, at heildarveiðan skal skerjast komandi ár, so tað var sjálvsagt, at eisini okkara partur fór at minka. Nú vita vit, hvat vit fáa samanlagt, og so er tað upp til teirra, sum býta, hvussu úrtøkan hjá teimum ymsu skipunum verður. Hanus Hansen dylur ikki fyri, at hann vónar, at tey skipini, sum fast hava troytt leiðirnar eystanfyri, fáa so mikið, at tey kunnu liva við tí. Tað er nevniliga soleiðis, at seinnu árini hava onnur skip enn tey >>traditionellu<< fiskað av kvotuni eystanfyri. Eitt nú føroyskir ísfiskatrolarar. Hvussu verður við býtinum komandi ár, bíða menn nú spentir eftir, men ein sannroynd er, at samlaða kvotan er lækkað meira, enn tey 3.000 tonsini, hesi skipini hava fingið. Samlaða toska- og hýsukvotan hjá føroyingum er lækkað við góðum 7.000 tonsum eystanfyri. Tá eru bæði Rusland og Noreg íroknað. Tó er rækjukvotan í russiskum sjógvi hækkað úr 1.500 til 3.000 tons, meðan flatfiskakvotan er lækkað úr 2.500 niður í 2.000 tons. Tað er nú ikki tað, at føroyingar hava fiskað so nógvan flatfisk eystanfyri, sigur Hanus Hansen, men eitt sindur hevur verið sum ískoyti kortini. Hanus Hansen, sum var við til samráðingarnar við russar í vikuni, sigur, at hann fekk ta fatan av russisku samráðingarmonnunum, at teir skiltu okkum væl og vildu fegnir hjálpa okkum sum frægast. Tí í grundini er tað so, at vit eiga jú onki av hesum, vit fiska, sigur hann. Annars, sigur Hanus Hansen, at árið í ár hevur roynst hampuliga væl hjá skipunum eystanfyri. Minni hevur verið at fingið, enn í fjør, men tað er so vunnið aftur við betri prísi. Hanus Hansen sigur, at tey fimm skipini, sum vanliga fiska í Barentshavinum, hava í ár keypt sær kvotu fyri góðar 20 milliónir krónur, fyri at fáa tað at bera til. Um klaksvíkstrolararnar, Skálaberg og Sundaberg, sigur Hanus Hansen, at teir eru báðir eystan fyri í løtuni, og koma ikki heim fyri ársskiftið. Sum er hava teir millum 300 og 400 tons í flaki inni hvør. Men fiskiskapurin hevur verið heldur slakur í seinastuni. Hanus Hansen sigur, at teir hava ikki flekimaskinur umborð longur. Alt verður skorið til flak. Tað mesta verður fryst, men nakað verður saltað. Men ætlanin er, at umbyggja teir soleiðis, at bara verður fryst í framtíðini. Fara at gera uppboðsølu á Tvøroyri, í Havn og í Vágum Vágbingar og tvørafólk kappaðust í síni tíð um at fáa uppboðssøluna í Suðuroy. Vágbingar vunnu tá, men nú fáa tvørafólk kortini sína uppboðssølu Arbeitt verður við at stovna fleiri uppboðssølur kring landið. Á Tvøroyri hevur Fiskamarknaðurin biðið um pláss Fiskamarknaður Føroya fer nú rættiliga at spíla seg út. Arbeitt verður við ætlanum at stovna fleiri nýggjar uppboðssølur kring landið, afturat teimum trimum, sum nú eru. Tey plássini, hugsað verður um at byggja nýggja uppboðssølu á, eru á Tvøroyri, í Havn, og møguliga í Vágum eisini John Nielsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, sigur, at Fiskamarknaðurin hevur ment seg so spakulig, síðani hann varð stovnaður fyri fýra árum síðani. ­ Vit hava høvuðsætið á Toftum. Men síðani fingu vit deild í Klaksvík og í Vági. Tær báðu deildirnar hava nú funnið sína føstu legu. ­ Men tað hevur leingi verið eitt ynski at fáa enn fleiri uppboðssølur, og tað er hesum máli, vit arbeiða við í løtuni, sigur hann. Hann sigur, at tær nýggju uppboðssølurnar fara at taka ímóti fiski, men tær fara allar at verða stýrdar av Toftum. Tvs, at øll søla fer fram av Toftum. Nú er ein uppboðssøla í Suðuroy frammanundan - í Vági. Fer ætlanin at byggja nýggja uppboðssølu á Tvøroyri nakrar avleiðingar fyri hana í Vági ­ Nei tað fer hon ikki. Hetta hevur onki við uppboðssøluna í Vági at gera, sigur John Nielsen. ­ Uppboðssølan í Vági er fyri bátarnar á Vágsfjørði og har um leið. Men tað hevur leingi verið eitt ynski at fáa eina uppboðssølu á Tvøroyri eisini, tí har eru nógvir útróðarbátar, og bátar annars, sum selja um Fiskamarknaðin. Tí hevði tað verið uppá sítt pláss við eini uppboðssølu har eisini. Samstarv við fiskakeyparar John Nielsen sigur, at hesar ætlanirnar eru ikki komnar longri enn á skriviborðið enn. Hann sigur, at tá ið samanum kemur, kann tað verða, at ætlanirnar verða broyttar eitt sindur. ­ Tað er ikki vist, at tað er klókast at gera uppboðssølu akkurát á hesum trimum plássunum. Kanska fara onnur pláss at vísa seg at verða meiri áhugaverd, táið samanum kemur, sigur hann. Men eftir hvat skilst, liggur nokk so fast, at uppboðssøla verður á Tvøroyri. Tí hann sigur, at Fiskamarknaðurin hevur biðið um pláss á Tvøroyri. John Nielsen sigur, at nú arbeitt verður við at seta fleiri uppboðssølur á stovn, er ætlanin at gera tað í samstarvi við fiskakeyparar á staðnum. Millum annað er samstarv tikið upp við Fiskavirking um avreiðing av fiski. John Nielsen sigur, at krøv verða sett til móttøkuna. Og gera vit onki fyri at gera umstøðurnar betri, mugu Fiskavirking, og hinir keypararnir gera tað. ­ Og tað er bíligari at samstarva, fyri at sleppa undan at hava tvey av hvørjum, tá ið tað bara er brúk fyri einum. ­ Tað er ongin grund at kappast um at fáa skipini at avreiða, tá ið tað ber til, og er bíligari at samstarva. Stjórin á Fiskamarknaðinum sigur, at hóast tær nýggju uppboðssølurnar verða umsitnar av Toftum, verða tær skipaðar eftir sama leisti, sum uppboðssølan í Klaksvík. ­ Tvs, at uppboðssølurnar koma at taka ímóti øllum fiskinum og avgreiða allar landingarnar. Í Klaksvík tekur Fiskamarknaðurin ímóti øllum fiskinum, eisini tí, sum Kósin keypir beinleiðis frá skipunum. ­ Men at allir bátarnir avreiða á sama stað, skuldi eisini gjørt fiskin betri. ­ Tí avreiða allir bátarnir á sama stað, ber til at fáa eitt støðugt arbeiðspláss, við einum føstum sjakki av vandum landarum, sum uttan iva fáa gjørt arbeiðið báði skjótari og betri, enn tað hevði borið til, um bátarnir avreiddu hjá hvørjum virki sær, tí so hevði hvørt virki havt ov fáar landingar, til at havt eitt fast sjakk av landarum. Fáa betri prís John Nielsen sigur, at tær nýggju uppboðssølurnar fara uttan iva at føra við sær, at útróðrarbátarnir fara at fáa hægri prís. ­ Í Sosialinum herfyri, greiddi Bjarni Vestergaard, gamli formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, frá, at útróðrarbátar í Vági fingu viðhvørt helvtina meiri fyri fiskin, enn starvsfelagarnir á Tvøroyri. ­ Útróðrarbátarnir á Tvøroyri fáa ikki meiri fyri fiskin, enn virkini á Tvøroyri klára at at bjóða. Har uppboðssøla er, fáa bátarnir besta marknaðarprís, sigur John Nielsen. Vit hava spurt Páll Vang býráðsformannin á Tvøroyri, um kommunan hevur nakað pláss at ávísa ætlaðu uppboðssøluni, sambært umbønini frá Fiskamarknaðinum. Men hann hevur ongar viðmerkingar. John Thomsen og Halla Poulsen skriva Føroyingar á fjakkaraferð í Thailandi og Malaysia Vit fylgja John úr Havn og Hallu úr Froðba á ferð teirra í Asiu. Í fyrstu frásøgnini greiddu tey frá tí vakra og sjáldsama landinum í Himmalayafjøllunum, Nepal. Hesaferð gongur leiðin til Thailand og Malaysia, tvær av perlunum í fjareystri. Higani gongur leiðin til Singapore og Bali, har tey fara at halda jól. Tað hoyra vit meira um eftir nýggjár. John og Halla fjakka í fjareystri Hey aftur! Síðan seinast hava vit verið í tveimum londum, nevniliga Thailandi og Malaysia. Vit hava ikki havt so góða tíð til tey londini, ið vit vildu ynskt, men vit ugga okkum við, at vit í hvussu so er hava sæð nøkur av hæddarpunktunum í báðum. Thailand Tað var eitt lættilsi at koma úr tí ræðuligu ferðsluni á teimum smølu vegunum í Katmandu, til ta fullkomuliga vælskipaðu ferðsluna í Bangkok, sjálvt um henda var nógva ferðir størri. Um Thailand er at siga, at landið er sera fjølbroytt, og at stórur munur er á norðara og sunnara partinum. Thailand er eitt landbúnaðarland og er heimsins størsti rísútflytari. Eisini eru teir frammaliga í gummiframleiðslu. Íbúgvatalið er 54 mio., og 95% av teimum eru buddistar. Tað er vanligt, at einhvør ungur maður gerst munkur í eitt styttri ella longri tíðarskeið av lívi sínum, helst aftaná skúlagongdina og áðrenn hann giftist. Tað eru uml. 200.000 munkar í Thailandi, og teir gera gøturnar eitt sindur meira litríkar í sínum bjørtu gulu kjólum. Tempul og buddistar Vit vóru í Thailandi í 15 dagar, og vit hildu tað fara at verða ov tíðarkrevjandi at fara norðureftir. Í Bangkok vóru vit í 4 dagar, og har var ein rúgva at síggja. M.a. sóu vit tann kenda standandi Buddah'in, ið er ein 40 m. høg gullstandmynd. Rundan um eru so fýra ymisk tempul, ið eru ógvuliga flott. Eitt var gyrt við høgum veggum við hillum og glashurðum, og á hillunum stóðu vakurt málaðir vasar og ein lítil mynd av ymiskum fólki. Hetta vóru sjálvsagt urnir, og í roynd og veru ein kirkjugarður rundan um templið. Eisini sóu vit tað >>nýggja<< marmortemplið, ið varð bygt í 1899 av Rama V kongi. Tað er gjørt marmori og gulli, alt sum tað er. Har var eisini ein rúgva av buddah-standmyndum frá øllum tíðarskeiðum í thailendskari Buddahlist. Tað var sera vakurt og áhugavert at síggja. Tann seinasta dagin í Bangkok fóru vit at hyggja eftir >>The Grand Palace<<. Hetta var fyrr bústaðurin hjá konginum, men er nú latin upp fyri almenninginum. Vit hugsaðu ikki um, at vit skuldu verða í longum buksum og troyggjum við ermum, so vit og tey flestu av hinum ferðafólkunum har, blivu stillaði í eina kø, har vit so fingu niðurdeil/buksir og John eina sera vakra prikkuta skjúrtu! Økið er uml. 275.000 m2 stórt, og hevur eina ørgrynnu av hallum og templum. Eisini virkar ein partur sum stjórnarbygningur, og hesin er ikki opin fyri almenninginum. Vit gingu runt har meginpartin av einum seinnaparti, og tað var veruliga stórsligið. Templini eru øll pyntað við evarska lítlum spegilsbitum, ið eru lagdir í ymisk >>fantasifull<< mynstur, ein fyri ein. Tað má hava tikið ótrúliga langa tíð. Kendast í hesum >>kompleksi<< er Emerald templið, ið er tað kongaliga templið. Har inni stendur ein standmynd av Emerald-Buddah, ið er skorin úr jaspis. Hon var funnin í tí norðasta partinum av landinum, Chiang Mai, og bleiv flutt aftur og fram, til hon til síðst endaði her. Eg eri ikki heilt vís í hesum, men eg haldi meg minnast, at tað er gamal siður, at hvørjaferð ein nýggjur kongur tekur við, skal hann sova minst eina nátt inni her, til heiðurs fyri Emerald Buddah. Veðurlagið í Thailandi er nógv heitari enn í Nepal, so vit orkaðu ikki at gera meira enn eitt ting hvønn dag, t.d. tók tað okkum tveir dagar at finna høvuðsposthúsið, og fáa sent ein pakka heim. Hitin gjørdi eisini, at vit ikki fingu sæð so nógv av Bangkok, sum vit vildu ynskt, men tað gevur okkum bert eina góða orsøk at koma aftur. Úr Bangkok fóru vit suður til fiskibýin Hua Hin. Har vóru vit so heppin at koma at búgva á einum gistingarhúsi, ið tók sær sera væl av gestunum. Hetta var ein hollendskur maður, ið hevdi funnið sær unnustu í Thailandi, og hevði síðan búsett seg har. Hua Hin býur er sum sagt upprunaliga ein fiskivinnubýur burturav, men ferðavinnan hevur sett sera stór spor á býin nú. Serliga eru tað danir og týskarir, ið vitja býin, og tú sært allastaðni skelti, ið siga >>wir sprechen deutch<<. Hetta við ferðavinnuni hildu vit verða spell, tí býurin var ótrúliga hugnaligur við sínum gomlu upprunaligu thailendsku húsum. Tey eru sera stór, og eru ógvuliga vakurt útskorin, (allir endar og kantar). Niðasta hædd er eitt stórt rúm, ið virkar sum arbeiðsrúm, vaskirúm, uppihaldsrúm, stova og enntá bilskúrur. Eisini hevur hetta rúm hurðar allan vegin runt, ið standa opnar allan dagin, so tú sært beint inn. Tað er ómøguligt at lata vera við at hyggja, og vit dittaðu okkum enntá at taka eina mynd einaferð, men tað bilaði onki. Tey, ið inni vóru, hugdu bert eftir okkum og hava helst hugsað: >>tykkara býttu turistar!<< Festivalur Meðan vit vóru í Hua Hin var ein stór festival, tey kalla Loy Kratong. Hetta merkir ljósfestival, ið so løgið tað ljóðar var tað sama sum vit upplivdu í Katmandu. Tað vóru tó als ikki teir somu siðir, tey høvdu her. Vit vóru sum sagt so heppin at búgva hjá hesum fitta húski, tí tey tóku okkumbýttu turistar við sær at halda Loy Kratong. Kvøldið byrjaði við, at vit fóru øll somul í tað stóra templið í býnum. Vit vórðu biðin um at gera tað sama sum tey, so vit fóru úr skónum, keyptu roykilsispinnar og blómur, og løgdu okkum á knæ framman fyri tí eini Buddah-standmyndini. Har offraðu vit so blómurnar, meðan tey bóðu. Saman við pinnunum fylgdu nøkur petti av gullpappíri, og hesi skuldu vit so hefta á standmyndina. Hon var øll, sum hon var, fjald av slíkum, og skein sum tað reinasta gull. Vit gingu so vinstrumegin víðari - ØGILIGA umráðandi, vinstrumegin, annars gongur tú móti gudunum, ella okkurt sovorðið - til ta næstu standmyndina, heftu gullpappír á hana, bóðu og fóru aftur víðari til tað seinastu. Meðan alt hetta hendi, gekk Ad, maðurin, runt og tók myndir av okkum úr øllum endum og kantum. Vit skiltu ikki, hví hann slapp frá, men vit vóru glað fyri at hava roynt henda merkiliga sið. Aftaná fóru vit oman á strondina, har vit keyptu ein blómukrans við einum kertuljósi í. Har vóru ein ørgrynna av handlum fram við vegnum, ið seldu hesar, og hvør var vakrari enn annar. Vit tendraðu so ljósið, gingu oman móti sjóvarmálanum og sendu har kransin út á sjógv. Hetta var fyri >>symbolskt<< at senda allar sorgir avstað og byrja av nýggjum. Vit hildu hetta verða ein sera dámligan sið, so tað gjørdu vit glað. Tað vóru túsundtals fólk á strondini og gjørdu tað sama, og tað var ótrúliga vakurt at síggja øll hesi ljós fara út eftir havsbrúnni, sjálvt um aldurnar alt ov skjótt koppaðu kransunum og sendu teir á land aftur. Úr Hua Hin hildu vit leiðina víðari suðureftir, og steðgaðu eina nát tí tí sera deydliga Ranong. Tað einasta har var at síggja, var ein heit kelda, ið eisini var ógvuliga heit. Hon goysti ikki, men prutlaði bert eitt sindur. Vit høvdu ongantíð sæð eina heita keldu fyrr, men vit høvdu tó ímyndað okkum tað nakað øðrvísi. Um kvøldið gingu vit ein túr í býnum, og tað var heilt løgið at verða tey einastu ferðafólkini í býnum. Ongin dugdi enskt, so vit kundu ikki spyrja um nakað, ella steðga at práta við fólk. Maturin var tó sera góður har. Smáoyggjar Næsta staðið, Pang-Nga (vit hava fingið eini 10 mátar at úttala navnið, tað nærmasta er helst Pang Nja), var nógv meira áhugavert. Uttanfyri Pang Nga liggja ein ørgrynna av smáum oyggjum, og nógv verður gjørt burturúr at sigla ferðafólk út at síggja hesar. Vit avgjørdu, at vit skuldu fara ein slíkan túr, og fóru saman við fýra øðrum avstað ein seinnapart. Fyrst sigldu vit inn millum hesar yvirvaksnu, løgnu sjóskógirnar og komu til eina holu, har vit steðgaðu. Maðurin peikaði upp á veggin og fortaldi okkum, at tekningarnar, vit har sóu, vóru 3000 ára gamlar. Vit dugdu ikki heilt at síggja hvat tær vístu, men tað er stuttligt at ímynda sær, hvussu >>listamaðurin<< hevur livað. Mundi hann nakrantíð hugsa um, at tað hann hevði teknað, fór at verða verandi í so ótrúliga langa tíð? Kanska tað bara var ein listi yvir, hvat hann skuldi minnast til at gera fyri mammu sína.....? James Bond oyggj Víðari sigldu vit til eina oyggj, ið vit høvdu glett okkum til at síggja. Vit kendu hana frá James Bond filminum >>The Man with the Golden Gun<<. Tað var á hesi oyggj, at >>The Bad Guy<< heldur til við sínum vandamikla vápni. Vit høvdu sæð nógvar myndir av oynni, áðrenn vit fóru, men vit vóru sera bilsin hóast tað. Oyggin er sera lítil í veruleikanum, og var als ikki so grøn og skógarklødd, sum hon var í filminum. Hon minnir ikki sørt um ein vanligan føroyskan drang, men har var onki fuglalív. Vit fóru á land á oynni yvirav, og sjálvt um hetta var ein oyðin, óbygd oyggj, so ýddi har í souvenirhandlum, ið fullkomuliga oyðiløgdu ta annars óspiltu náttúruna á oynni. Har vóru nógvar spennandi holur at ganga ígjøgnum, og vit fingu ein lítlan tíma at ganga við at kanna hesar nærri. Av hesi oyggj fóru vit víðari til eina lítla muslimska fiskibygd, ið stendur á stolpum á havinum. Har skuldu vit sova um náttina. John kendi seg ikki so væl, so hann fór beint undir dýnuna, tá vit komu. Halla át saman við hinum 5, og prátið gekk. Rundanum okkum sótu størsti parturin av íbúgvunum í bygdini - og hugdu í sjónvarp! Vit fingu eina góða mynd av teimum.Um hálvgun fimm tíðina um morgunin vaknaðu vit av, at fiskibátarnir byrjaðu at fara út, og tað gongur ikki stillisliga fyri seg. Bátarnir eru hesir upprunaligu >>longtailed<< bátar, men so hevur okkurt gløgt høvd funnið uppá at seta ein bilmotor í reyvina, fyri at gera teir meira nútíðarhóskandi. Tað sær sera ófantaligt út, og bátarnir larma ótrúliga illa. Tá teir flestu so vóru farnir út um 6-tíðina, hildu vit, at vit sluppu at sova eina løtu, men tá fór ein hátalari at senda muslimskar morgunbønir út yvir bygdina, uppá henda messandi drynjandi mátan. Tað er sera huatakandi at hoyra vanliga, men ikki kl. 06.00 um morgunin. Aftaná morgunmatin fór John aftur at leggja seg - hann hevði havt høgan febur kvøldið fyri - og vit 5 fóru ein rundtúr at hyggja ordiligt eftir bygdini. Nú sá hon nógv meira >>upprunalig<< út, enn hon gjørdi kvøldið fyri. Vit sóu hvussu tey turkaðu rækjur og fisk, og hvussu gerandisdagurin hjá teimum er. Í bygdini er ein skúli, ið tey yngru børnini ganga á. Tey eldru taka bátin inn á fastlandið tíðliga um morgunin, og koma aftur um kvøldið. Eisini er ein moské, har munkarnir hava tikið sær av nøkrum av hesum ungu dreingjunum, ið verða upplærdir til munkar. Tað er løgið at síggja hesar smádreingir ganga runt í tí gula búnanum, og tú kanst ikki lata vera við at hugsa um, um teir vita, hvat teir eru komnir uppí. Men teir hava helst ikki nógv at skula hava sagt, tí tað avger familjan. Øll á súkklu Eitt, ið vit alla tíðina máttu ansa okkum fyri, vóru tær ógvuliga nógvu súkklurnar, øll koyrdu á. Hugsa tær, vit eru í eini bygd, ið stendur á stolpum, 10-15 m yvir havinum, >>gøturnar<< eru hægst 2 m. breiðar, og so súkla tey runt sum um eldur var í afturpartinum. Vit blivu við at síggja fyri okkum, at N`U detta teir útí, men ongin datt. Og tað vóru heldur ikki børnini, ið súklaðu, nei, tí at meðan børnini vóru í skúla, sluppu páparnir at royna seg, vaksnir menn á lítlum barnasúkklum, við knøunum uppi undir høkuni! Einaferð hittu vit ein , ið kom koyrandi við ein trillubøru. Á hesi sat ein aggandi gomul, rukkut og tannleys omma og át okkurt úr eini skál. Eg iðri meg um, at eg ikki fekk eina mynd av teimum; tað var ein herlig sjón! Thailand er kent fyri sínar smáu oyggjar við hvítum strondum og bláum havi, men hesar sóu vit onki til. Vit høvdu frammanundan avgjørt, at vit tímdu ikki at brúka tíð uppá at fara til hesi ferðafólkastøð, tí vit vildu heldur síggja tey meira órørdu støðini. Vit fóru tó ein lítlan túr út til eina av kendastu strondunum, nevniliga Raleigh Beach. Har úti kostaði alt tað trýfaldaða av vanligu prísunum, og vit sóu bara myrkabrún ung fólk, ið hugnaðu sær á sandinum ella við barrina. Vit fóru víðari alt fyri eitt. Malaysia Tann 23. nov komu vit til Malaysia. Vit fóru beinleiðis til oynna Penang, ið liggur við vestursíðuna. Eystursíðan av Malaysia er í løtuni mitt í monsunini, so hagar høvdu vit ongan hug at fara. Bussferðin úr Thailandi til Malaysia var sera áhugaverd, tí beinanvegin vit komu suður um markið, broyttist landslagið. Alt tyktist at vera meira skipað og >>ruddiligt<<, men hetta komst kanska av, at nú var alt akrar og ikki bara jungla fram við vegnum. Tá vit høvdu koyrt eina løtu høvdu vit okkara fyrsta møti við "The rainy season<<. Vit koyrdu inn í eitt æl, og tað OYSREGNAÐI so illa, at tað dryppaði úr airconditiónini. Malaysia liggur í tveimum pørtum, um soleiðis kann sigast. 40% av landinum er í forlongilsi av Thailandi, og restin er norðari partur av Borneo. Íbúgvatalið er 19.5 mio, og tað fyrsta vit løgdu til merkis, var hvussu øðrvísi tey sóu út í mun til thailendsku fólkini. Á ein hátt hildu vit tey síggja meira indisk út, og ein stórur partur av fólkinum er eisini indiskur. Annars er ein stóru partur eisini kinesiskur, malay og so eitt sindur av upprunafólki úr ættarbólkunum á Borneo. So løgið tað ljóðar, so búgva 85% av fólkinum á fastlandinum, meðan bert 15% úti á Borneo. Tíverri hava vit sum áðurnevnt ikki so góða tíð, so ikki var møguligt at fara til Borneo. Hetta hevði helst verið eitt størri upplivilsi, men so verður tað eina aðru ferð. Penang Sum sagt komu vit til oynna Penang, og næsta dagin fóru vit út til eitt, tey kalla slangutemplið. Vit høvdu hoyrt , at her skuldi vera fult av livandi slangum, ið >>slangaðu<< sær runt um í templinum. Templið sjálvt var lítið, minni enn vit høvdu væntað, men vit funnu slangurnar. Hetta slagið av slangum gjørdist ikki meir enn ein metur til longdar, men tær vóru eitrandi hóast tað. Har vóru bert nakrar fáar slangur hendan dagin, so vit vóru eitt sindur vónsvikin, men ein maður segði okkum, at vit vóru óheppin, tí um høgtíðirnar vóru nógv fleiri. Upprunin til templið var, at ein maður kom til Penang við standmynd av einum gudi, og við hjálp av hesi standmynd grøddi hann sjúk. Einaferð hevði hann grøtt ein ríkan mann, ið hevði eina ókenda sjúku, og í takksemi lat maðurin so byggja eitt tempul til standmyndina. Tá templið var liðugt bygt, byrjaðu hesar slangurnar at krúpa inn hagar uttan nakra orsøk, og líka síðani hava tær liva har. Hvørja høgtíð gerast tær fleiri, og ongin dugir at siga, hvaðani tær koma. Hetta ljóðar sera mystiskt, men vit hava prestarnar undir illgruna fyri at halda stýr á mongdini av slangum. Ein annan dagin fóru vit niðan á eitt lítið fjall, har tú so kanst síggja út yvir alla oynna, og inn á fastlandið eisini. Hesaferð fóru vit ikki til gongu, men við einum sporvogni, ið koyrdi líka niðan. Hann koyrdi beint niðan gjøgnum ta brøttu líðina, og vit hildu allatíðina at kaðalin fór at slitna, og vit fóru við fúkandi ferð omanaftur, men hann helt. Henda útsiktin var ikki tað sama sum hinaferð í Nepal. Nú sóu vit háhús aftaná háhús, og inni á fastlandinum - meira háhús. Munur var á. Og vit vóru samd í, at fjøllini áttu munin. Kuala Lumpur Aftaná at hava verið nakrar dagar á Penang, hildu vit, at tíð var at fara víðari, og næsta steðgistað gjørdist Kuala Lumpur, høvuðsstaðurin í Malasia. Vit komu til býin á miðjari nátt, og øll gistingarhúsini vóru full. (ljóðar sum ein ávís jólasøga?) Vit fingu tó einki fjós, men eitt yvirdýrt hotell, har kamarið hevði aircon., sjónvarp, køliskáp, sjónvarp og entá baðikar á wc'inum. Vit svóvu út á seinnapartin, og so fóru vit at hyggja okkum runt í KL. Fyrsti trupulleikin var at koma inn í býin, tí hotellið lá heldur uttarlaga. Vit fingu at vita, hvør bussur fór hagar; tað var lætt nokk. Verri var tá vit komu inn í býin. Vit ætlaðu okkum at síggja handilsøkið í býnum, ið m.a. hevur heimsins hægsta bygning, KL City Center. Vit spurdu tríggjar bussførarar um leiðbeining, men ikki ein kundi greiða okkum frá. Hetta var heldur hugstoytandi . Vit royndu at finna staðið á kortinum, men okkara kort var ov lítið. Staðið var ikki á kortinum. Har var einki at gera uttan at venda nøsini heimaftur, og vit tímdu ikki at fjasa við bussarnar, so vit gingu heim. Omaná alt hatta tvætlið við gistingarhúsi og bussum, tímdu vit ikki meir við KL, so næsta dagin pakkaðu vit saman aftur, og fóru víðari. Vit eru samd í, at hesir verðinsbýir eru ikki nakað fyri okkum bygdafrell úr Føroyum. Melakka Seinasta stað í Malaysia vit vitjaðu, var havnarbýurin, Melakka. Hendan býin dámdu okkum stak væl, og hann var tann mest áhugaverdi higartil. Søga hansara gongur langt aftur í tíðina, tí hann hevur altíð verið miðdepil fyri handil í suðureystur Asia. Hann hevur verið á hollendskum, portogisiskum og enskum hondum, og hetta setur stóran dám á býin. Serliga hollendarar gjørdu nógv burturúr at byggja hús og kirkjur, og tí standa hesar typisku hollendsku myllurnar við blómum rundanum, ymsastaðni. Beint við tað, ið fyrr var áarbakkin, er ein heyggjur, og á hesum bygdu portogisar einaferð eina kirkju. Hon bleiv síðan bumbað av hollendarum, og í dag er bert sjálvur múrurin eftir. Hann minnur ikki sørt um kirkjubømúrin, men er nakrar ferðir hundrað ár yngri. Býurin varð fyrst hertikin av portogisum í 1511, tí hann hevði so stóran týdning fyri handilsrutuna eystureftir. Portogisar høvdu ilt við at halda býin, so teir bygdu eitt stórt 'fort' við áarbakkan. Seinni gjørdu teir eisini ein múr rundanum allan heyggin, og tá so hollendar í 1641 fingu áhuga fyri býnum, tók tað teimum átta mánaðir at taka hann. Teir tóku yvir og bygdu múrin og borgina uppaftur, men tá fraklendingar í 1795 hertóku Holland, fór býurin í enskar hendur fyribils. Hollendar hildu, at búrin fór at verða ógjørligur at taka, so teir tóku og oyðiløgdu múrin og fortið, áðrenn teir fóru heim. Ein enskur herovasti kom í evstu løtu og fekk bjargað sjálvari høvuðsinngongdini til fortið, og hon stendur eftir tann dag í dag. Tann gamli býarparturin er bygdur av ljósareyðum múrsteinum, ið sigast at verða komnir heilt úr Hollandi. Tað tykist heldur strævið at taka og flyta allar músteinarnar allan handan langa veg, men ein giting er, at skipini førdu vørur heim til Europa, og fyri at skipini ikki skuldu vera ov løtt á veg útaftur, lastaðu teir tey við múrsteinum. Tað er sera vakurt at síggja øll hesi ljósareyðu húsini fram við høvuðsvegnum. Vit vóru í Malakka í nakrar dagar, og tíðin fleyg avstað, tí tað var so áhugavert. Hagani fóru vit suður til Singapore. Tað kemur ikki við hesaferð. Nú nærkast jólum heima hjá tykkum, og vit vilja ynskja tykkum øllum - vinum, familju, kenningum og lesarum Sosialins eini gleðilig jól og gott nýggjár. Vit koma væntandi at vera á Bali ella Lombok í Indonesia, á jólum, men í góðveðrinum fara vit helst hóast alt at sakna jólini har heima. Halla og John Hans Andreas Djurhuus Húsið við teim stóru vindeygunum Tað stendur uppi í bønum, langt av leið frá øðrum húsum: Húsið við teim stóru vindeygunum. Frá tí gongur gøta oman á sleipistøðina, har ljóða hamarsløg og mannamál allan dagin, har niðri er lív og stríð, men her er hvíld og friður, deyðans friður. Húsið við teim stóru vindeygunum Stuttsøga eftir Hans Andreas Djurhuus Tí húsið við teim stóru vindeygunum er óbygt. Uttanfyri durin - og beint ígjøgnum hann, rennur lítil á, mutlandi og tutlandi; men har er eingin, sum lurtar eftir henni. Og úti í grasgarðinum standa trøini, lág og krókut eru tey, samanknoðaði av stormi. Tey teska hvørt til annað, men eingin hoyrir tey, eingin uttan seyðurin, ið stendur uttan fyri garðin og jarmar; honum leingist eftir fólki, men her er einki fólk. Húsið við teim stóru vindeygunum er eins og eitt stórt eyga, sum er brostið, eitt eyga, sum hevur sæð meir enn onnur eygu, men nú er sloknað og stirðnað í deyðanum. Far innar í stovurnar - tær eru tómar, ikki eitt petti er inni í teimum. Og tó var tað einaferð, at her var almikið av øllum. Her ljóðaðu glaðar røddir, her var lív og gleði, men nú er einki. Tað, ið inni var, er spjatt fyri allar vindar, komið á fremmandar hendur - selt. Alt er selt uttan sjálvt húsið, men tað skal eisini seljast, so flyta onnur fólk inn, so verður aftur lív og virkan í teim stóru stovunum, men tá verða tær heldur ikki so, sum tær vóru; tí hvør ætt hevur sítt merki og síni hugmál, og tey eru skiftandi og margháttlig sum sjálvt lívið. Hvørt lið hevur sína søgu, hvørt hús hevur sína - og so eisini húsið við teim stóru vindeygunum. >>Meg minnist ein summardag við bjartari sól og andaløttum fleyri,<< sigur áin uttari í durinum, >>tá var grasið so grønt sum aldri áður, og sóleyurnar so gular sum reinasta gull. Her úti í durinum sat ein lítil smádrongur og spældi sær - hann var púra einsamallur. Hann sat og floytti kerøld, og eg førdi tey úr einum enda av durinum í hin.<< >>Hetta eru skip míni,<< segði hann. >>Nú fari eg at sigla - langt, langt burtur fari eg, heilt út í stóru verð.<< Uttanfyri sat ein fuglur og sang. >>Tað er summar, tað er sólskin,<< sang fuglurin. >>Sum eg eri glaður!<< Og drongurin gloymdi kerøldini, hann hoyrdi fuglin og fór út og setti seg á flaggarðin. Har sat hann og hugdi at honum. >>Flúgv ikki burtur, tú syngur so vakurt,<< segði hann. >>Ja, tað hoyrdu vit,<< siga tey stóru vineyguni. >>Og vit huga eisini dagin; tað var júst tá, at vit vóru tjaldaprýdd. Ja, tað var tá.<< Tað var tá, og nú er einki.<< >>Ikki er púra einki,<< letur í trøunum úti í grasagarðinum. >>Fólkið er farið ella deytt, men vit standa eftir, og vit verða standandi enn eina stund.<< >>Ja, tit standa enn,<< siga vindeyguni, >>vit minnast, tá ið tit vóru niðursett; tí vit eru so gomul, at vit ikki huga nakran aldur.<< >>Eisini eg minnist tað,<< sigur áin, >>eg eri nógv eldri enn tit - eg havi sæð nógv, nógv meira. Eg havi verið alt, bæði skýgg og regn - ja, so sanniliga havi eg tað.<< >>Vit eru ikki borin her á landi,<< siga trøini. >>Vit eru førd higar. Har, ið okkara vøgga stóð, var vakrari enn her. So nógv, nógv vakrari. Har eru stórar skógir, og trøini røkka heilt upp til himmals. Tey eru so høg, at vit tektu ikki toppin á teimum.<< >>Hatta er nú skrøgg,<< letur í einum lítlum fugli, sum hevur sitið á grasagarðinum og lurtað eftir, >>eg havi sjálvur sæð tey.<< >>Eg veit, hvør ið førdi tykkum higar,<< sigur áin, >>tað var hin sami smádrongurin, sum spældi sær við kerøldini. Hann hevði verið burtur í fleiri ár. Eg mundi ikki kent hann.<< >>So, var tað hann?<< siga vindeyguni. >>Ja, her hava verið so nógv børn, at vit ongantíð hava vitað skil á teimum. So var tað eisini hann, sum sat her inni í stovuni og skrivaði.<< >>Effinett,<< sigur áin, >>tað var júst hann. Hann sat og yrkti um meg og fuglarnar, hetta landið og fólkið, ið livir her. Smádrongurin, ið spældi sær við kerøldini, var vorðin skald. Eg veit tað, eg ferðist so víða; tí, sum eg segði í áðni, eg havi bæði verið skýggj og regn.<< >>Ja, hatta er satt,<< sigur fuglurin. >>Eg havi sjálvur hoyrt kvæðini; smádreingirnir hava kvøðið tey og vóru so tiknir av teimum, at teir gloymdu at steina meg. Tað eru vøkur kvæði, eg dugi at skyna á slíkum; tí eg eri sjálvur skald.<< >>Ja, tú syngur jú í heilum,<< siga trøini. >>Ein fær ikki náttarfrið fyri tær.<< Vindeyguni standa eina stund og stara fram fyri seg, so suffa tey: >>Ja, ja, ein ætt søkkur í grøv, ein onnur sprettur upp, so er lívið.<< Rútarnir døggast, vindeyguni gerast so rørd, at tey tára; tí døggast tey. >>Deðin fer av stað við øllum, men vit verða standandi, tí vit hava ongantíð livað.<< >>Jú menn hava tit so,<< sigur áin, >>tit hava livað og liva enn, einki kann doyggja, og so heldur ikki tit.<< >>Nei, eingin deyði er til,<< siga trøini. >>Tey gomlu trøini í stóra skógnum, haðani vit eru ættað, vóru von at siga: Alt broytist og umskipast, men eitt er varandi, og tað er lívið.<< >>Hatta er satt, hatta havi eg eisini hoyrt,<< sigur fuglurin. II. Lýtt og leikandi kemur fleyrið tvørtur um fjørðin, fer suðandi millum grøsini, so tey bendast og bogna, fær leyvið á trøunum at leiftra og tær gulu sóleyurnar at skaka høvdinum. Sólin skínur bjørt og stingur heitt, hon kagar gjøgnum tey stóru vindeyguni inn í tær tómu stovurnar, har eiturfon hongur undir bjálkunum, og hon speglar sær í ánni, har smásílini svimja aftur og fram. Tey eru púra óttaleys, tí her er eingin at órógva tey. Fuglurin kemur flúgvandi oman úr haganum og setir seg á flaggarðin, mitt í alt sólskinið. >>Her er so tigandi,<< sigur hann, >>hví práta tit ikk?<< >>Vit hava einki at práta um,<< siga vindeyguni - tey stara hugsandi oman á kálgarðin, har trøini standa dovisliga bogin og halla vanga. >>Vit droyma og minnast.<< >>Eisini vit droyma og minnast,<< siga trøini, >>vit droyma um stórskógin og hoyra vindin suða millum greinarnar á teim túsundára gomlu trøunum, og vit minnast á ferðina higar. Vit leingjast, vit hava heimtrá. Her trívast vit ikki, stormurin krókar okkum, veturin bítur okkum. Her er ringt at vera. Vóru vit bara aftur í stórskónum, har vardu tey stóru trøini tey smáu, men her er eingin, ið verjir.<< >>Tit kunnu tiga og ikki standa har og knarra, einki er so leiðisamt sum at hoyra knarr,<< sigur áin. >>Eg veit ein, ið ikki knarraði, og heldur ikki fjeppaðist hann uppi í øllum fremmandum.<< Áin fær ikki tagnað aftur, hon heldur fram. >>Tað var drongurin, ið spældi sær við kerøldini. Hann hevði sett sær annað endamál. Hann vildi læra fólkið at hugsa sum hann, vildi hava tað at ganga fram í øllum lutum, so tað kundi virða tær ognir, tað átti; men mong fataðu hann ikki, tí tey fávitskutu eru sein at fata, og tað er oftast so, at fjøldin av einum fólki er fávitskut.<< Og áin heldur fram: >>Meg minnist ein heystardag, hann kom gangandi niðan ímóti húsunum her, lættliga gekk hann, vakur var hann, tað var vón í hvørjum fótafari. Hann hevði verið í Havn, og har hevði hann fingið íbirt eitt felag, sum skuldi røkja og nøra um tær ognir, fólkið átti. Hann kom uttar í durin, har sum eg rann, og hevði runnið mong harrans ár, áður hann sá dagsins ljós, og har eg renni enn. >>Eydnan er við mær, verk mítt fer at eydnast,<< segði hann. >>Hoyrir tú tað, lítli áarløkur, ið kemur innast inni úr sjálvum fjalsins hjarta, nú fara ljósari og betri tíðir at koma fyri land og fólk.<< Jú, eg hoyri og gleðist, segði eg, og mest gleðist eg yvir, at tað gongst tær eftir vild. Eg veit ikki, um hann skilti talu mína, men eitt gjørdi hann, hann tók eitt ílat niður í meg og drakk av vatni mínum. Aldri havi eg lagt størri megi í drykk mín enn tá, tí eg vildi gera hann so sterkan, at einki skuldi kunna standa ímóti honum; hann drakk, drakk seg ótystan. >>Einki vatn er ímóti kelduvatni,<< segði hann. >>Meg minnist ein annan dag, tað var um várið nøkur ár seinni, tá kom hann aftur niðan gjøgnum bøin; men nú gekk hann ikki so lættliga sum seinast. Hann var sjúkur, hann helt, at tað verk, hann við so glaðum vónum var farin undir, nú var oytt og gjørt til einkis; ta ferðina kom hann ikki uttar í durin, men varð sitandi inni í stovuni.<< >>Ja, tann dagin minnast vit,<< siga vindeyguni. >>Eisini vit minnast hann,<< siga trøini, >>Leyvið feyk av greinum várum, vetur var í hondum, summarið var ein vakur, horvin dreymur.<< >>So var tað eisini hjá honum,<< sigur áin. >>Tað føldi hann longu tá, at hann bar deyðans kulda í hjartanum. Og nú er hann deyður. Hann doyði ikki her, men í einum øðrum stað, eg frætti tað frá meginánni, ið rennur fram við stór hús, har fjøld av sjúklingum liggur og andast.<< >>Ja, hann er farin,<< siga vindeyguni, >>og tey, ið her búðu, eru eisini farin, deyð ella burturflutt, nú er tómt og oyðið, har ið fyrr var lív og gleði - ella kanska var tað sorg. Eg dugi so illa at skilja millum hesi bæði, mær tykir, tey eru hvørjum øðrum so ógvuliga lík.<< >>Tað eru tey eisini,<< sigur fuglurin úti á flaggarðinum; >>tey eru sprottin úr somu kjarnu, sprottin úr lívinum, ið aldri doyr.<< Og fuglurin fer á flog, flýgur niðan í fjallið, syftir seg upp um hamarin og hvørvur í loftinum... Húsið við teim stóru vindeygunum er tigandi, men eitt suff andar gjøgnum stovurnar. Er tað gjóstur ella tey deyðu, ið ferðats her inni? Eg veit tað ikki - men spyr ánna, hon veit, tí hon hevur verið alt, bæði skýggj og regn. Týtt og teknað: Frits Johannesen Trettanda kvøld jóla Teir tríggir menninir, sum komu úr hvør sínum heraðshorni, komu illa tiltøssaðir- gjøgnum bloyttir móti tí myrku, veðurbardu Eastchapel gøtuni tætt við har Themsen áin fer í ein boga. Teir møttust undir útiljósi, sum lýsti bjart mitt í tí kolasvørtu, illfjøskutu januarnáttini. Allir vónaðu at fáa skjól her, so tað illfýsna óveðrið og kuldin ikki neit so fast. Ljósið kom frá útilykt undir takskegginum beint við durin, har vørur vórðu lyftar inn og út í tí oydna og myrkleidda bryggingarhúsinum. Skerið frá hesum ljósi glampaði í teimum regnvátu gøtusteinunum og tí sveittandi múrinum. Farið var um midnátt, náttina til trettanda, sum júst birtist hesa stund. Skelvandi, gjøgnumbloyttir og hoknir í herðunum komu hesir menn um somu tíð fet fyri fet inn undir skýlið og søktu sær skjól undan grimdarregninum, sum slerdi ímóti tí steinsettu gøtuni sum músatitan. Teir vórðu heilsaðir av einum pari, sum var komið higar undan teimum. Kvinnan lá á einum dunga av sekkum, stynjaði og eymkaði seg spakuliga og smábannaði. Maðurin, ið lá á knæ við síðuna av henni í skugganum, segði vrantin: "Arh! Og so kom tað dekan fari ein nekari, ein gýðingur og eitt fult svín!" Teir tríggir menninir, ið stóðu sum lavnar hønur, ristu vatnið av sær, kvukku við, tá ið teir hoyrdu røddina. Teir hugdu hvør upp á annan, jú so sanniliga var hetta satt, sum maðurin segði. Nekarin var ungur og væl ílatin - í einum brúnum frakka. Høvur hansara var runt sum ein blýggjkúla. Hann var hattleysur. Í tí klára ljósinum skygdu vatndroparnir í tí purluta hárinum í túsundatali eins og smáir gimsteinar. Á nøsini sótu einar gullbrillur, og húðin var svørt sum ebonitt. Tað hvíta í eygunum var fløtafarva, og eyguni høvdu eitt sjaldsamt sker, sum var endurskin úr øðrum heimi. Gýðingurin hevði eitt fýrkantað, grálitt ortodoks skegg. Hann var í einum gomlum frakka úr góðum vadmali. Var bogin av einum knýti á bakinum og stóð nú og loysti reimaranr, sum lógu um herarnar. Eyguni vóru sorgblíð - bóru boð um líðingina hjá hesum fólki, men rukkurnar í andlitinum søgdu frá einum lívligum og vinarligum menniskja. Tann fulli maðurin var ein innføddur londonbúgvi - rundleittur og reyða nøs, skrámuta høku og undirmuðurin silpaði. Tennurnar vóru mislittar og vánaligar. Sørput skálkaeygu. Ikki var hann í frakka, men í puntutum jakka og puntutum buksum gjøgnumbloytt eins og tann vanligi hálsklúturin og kollurin. Hann hevði gott blóð og stóð undir skerinum av lyktini og flenti býtt. Hann lat ikki um vón, meðan regnið seyraði niður. Hann risti teir vátu droparnar av sær, sum hundur í áarføri. Maðurin, sum lá á knæ, var stórur og prúður. Var í grovum arbeiðsklæðum. Andlitsbragdið var stórskorið og samanknýtt av harmi og ikki var sørt, at hann tók synd í sær sjálvum. Hann tók uppaftur: " Ein gýðingur, eittt drukkið svín og ein nekari!" Eingin av monnunum tók sær tykni av hesum. Tá ið gýðingurin hevði lagt knýtið frá sær, helti hann vatnið úr bollanum við einum eygnabragdi, sum segði frá, at hann var vanur við há og spott og latst ikki um vón, tá ið hann hoyrdi slíkt. Tann fulli maðurin liðraði okkurt løgið ljóð av sær: "Bi-didt da bididdeli um bum....", meðan hann trampaði og ók við táspísjinum eftir tí steinsetta túninum. Hann blakaði sær og flenti. Allar tær brendu tenninar komu undan og tey skálkakendu, sørputu eyguni kiptu seg saman í hesum fullamanna látrinum. Nekarin hugdi at manninum og kvinnuni ovast uppi undir skugganum á skráanum. Tey vóru har sum øltunnurnar vórðu rullaðar út um um dagin og koyrdar burtur á vogni við gráskjórutum belgiskum heystum spentum fyri. Hann mælti: " Eru tygum í trupulleikum? Eg hoyri, at kona tygara liggur har og stunar. Um so er, vil eg fegin verða tygum til hjálpar. Eg eiti mister William Matumbwe frá Negeria." Rødd hansara var so eym og ljóðkát sum ljóð frá eini orgul-pípu. Tann løgna herðslan á orðið mister, fekk gýðingin til at seta hattin aftur á skallan og hyggja upp á nekaran við undrandi eygum, men tann stóri maðurin spýtti langt og var snerpin:" Eingin nekari er mister fyri mær......" Nekarin smíltist, og smílið gav tí runda andlitinum ein serligan tekkiligan dám." Á jú," segði hann róliga, " tað er ein, sum má vera tað, og tað eri eg. Tí eg havi arbeitt dúgliga og leingi fyri at fáa hetta heitið. Hetta er tað størsta og besta eg nakrantíð havi havt ,og hesum eri eg sera stoltur av, og tað av røttum" Maðurin spýtti aftur langt, men mister Matumbwe helt ónervaður á:" Ja, tað kann verða at tygum eru heppin, tí eg eri ein nekari við einari sera góðari útbúgving. Eg eri magistari frá lærda háskúlanum í Oxford og tikið læknaprógv á lærda háskúlanum í London, og eg eri júst liðugur við lesnaðin, tí havi eg rætt at kalla meg mister. Um kvinnan er sjúk, so høvdu tygum neyvan fingið nakran betri nekara at møtt her?" Gýðingurin hevði ikki givið sær far um tað, sum mister Matumbwe segði; hann turkaði vatn av knýti sínum og loysti snørisstubban, ið var bundin um tað. "Hevði eg kunnað selt okkurt til harrarnar ella damuna? Eg havi nakrar sera áhugaverdar lutir. Enn er ikki ov seint at keypa eina lítla gávu til ætt og vinir. Prísirnir eru sámiligir." Friður var komin á tann fulla mannin. Hann stóð upp at húsalonini og lyfti halarnar uppfrá, men sakk so við og við eitt sindur saman, sum um hann gjørdi seg til reiðar at seta seg niður. Hann stóð so inntonktur í sissheimi og fanglaðist við fingrarnar óskotligur. Men maðurin við tí líðandi konuni stunaði og segði: " Vil tað siga tygum eru lækni? Hví fan'in søgdu tygum tað ikki beinanvegin? Konan er við at fara á soppin. Teir satans sjúkrakassalæknarnar. Teir eru ikki til at fáa fatur á, tá ið brúk er fyri teimum. Eg var á veg til sjúkrahúsið við henni, so fekk hon verkir..... tað lítla kann koma hvørja løtu." " Aha - tað tonkti eg," segði mister Matumbwe og gjørdi seg til reiðar at koma upp á skráan, men kvinnan fór at skrýggja: " Nei, nei, far burtur við tær. Eg vil ikki hava ein lúsa nekara at røra við meg..." Men nekarin leyp alt í einum upp á skráan og talaði róliga og høviskliga við hana sum við eitt lítið barn. "Shhh," segði hann."Ver ikki bangin. Tygum hava nú lítið og einki at skula hava sagt í hesi søk, frúa. Men tygum fáa at síggja, at eg fari varliga til verka." Hann fór heilt yvir til hana, legði hondina eymliga á búkin. Hóvliga og varisliga nart hann við hana. Hetta gjørdi hana róligari beinanvegin, og hon helt uppat at banna og svørja. Bert fálig suff hoyrdist frá henni, meðan hon stardi upp á hann við bangnum, útmøddum eygum. Hon var ikki ung longur, men var enn vøkur, stór og sterk. Eitt sindur reyðdæmd og korkalitt í andlitið. Mister Matumbwe nikkaði og segði:" Um eina skamma stund.... ikki fer tað at vara leingi. Eg haldi ikki at hon er ein primipara?" "Hvat er tað tygum siga?" "Hetta er ikki fyrstu ferð hon eigur?" Maðurin skar í ein rælandi látur."Nei hann komi til mín. Hon hevur átt fýra tandur, sum vit ikki vóru før fyri at føða. Hví skal hon nú aftur eiga, tað listi meg at vita." "Tað átti tú at vita betur" svaraði Matumbwe. Hann reisti seg og vendi sær til hinar menninar niðanfyri, sum um hann helt røðu frá einum talarastóli í einum fyrilestrarsali:" Mínir harrar, vit eru staddir í svárari neyð. Til alla lukku eri eg so fyri, at eg havi førleika at klára hesa støðu, hóast hetta verður fyrstu ferð, eg hjálpi barnakonu uttan fyri sjúkrahúsið. Men í hesum førinum tørvar mær stuðul, mær tykir, at vit mugu klára okkum undir hesum korum við tí, ið er fyri hondini." Hann leyp niður av skráanum yvir til tann fulla mannin, sum enn stóð í somu støðu, sum lagaður upp ímóti húsavegginum, og vendi sær ímóti honum kurtisliga: "Ársaka, mín harri, hvør eru tygum, og hvat havast tygum at?" Tann lítli knevilin hugdi upp á mister Matumbwe við einum skálkabragdi við samankiptum reyðum eygum og spurdi uttan at ilskast: " Hvat er á vási?" Mister Matumbwe var eitt gott fólk, sum bara var við tí góða orðinum og ikki gjørdist tykkin, um onkur var ólátaður ímóti honum.:" Á, tað var bara okkurt smávegis, sum eg vildi vita, um tygum høvdu okkurt serligt hegni, sum kundi koma okkum til góðar í hesi trongu støðu....." Londonbúgvin rætti seg upp, og legði høvdið afturav og skar í ein skellilátur. "Um eg havi okkurt hegni? Harry Napes frá Eastchapel . Skemtifimleikari mikli. Kongur ímillum sínar javnlíkar á gøtuni, kalla teir meg. Hygg bara eftir mær og být merki í, at í mær er ein sýning í sjálvum sær." Hann fór at syngja:" Bi-di, bi-da, bidiit-do-do!". Hann spjálkaði sær og trampaði, so tað gnelti eftir í. Mister Matumbwe hugdi undrunnarsamur upp á hann, men so smíltist hann og tær hvítu tennirnar skygdu í kvøldarmyrkrinum. " Á ja, ein gatiskemtifimleikari førir fram sítt skemt á breytum og gøtum, har fólk tyrpast framman fyri sjónleikarhúsum, og letur hattin ganga runt. Og tygum er kongur teirra?" "Spyr ein og hvønn í Eastchapel um hann kennir Harry Napes. Eg havi eisini mítt egna orkestur. Eg vann minst tvey pund framman fyri Palladium í kvøld. Mín egna framførsla er minst líka góð! Lurta eftir: Hey, tiddeliumti, bidiip ba buup ah biddeli um bum," sang hann og dansaði ein lívligan góðan stepdans afturvið. Í døpurhuga setti Mr. Matumbwe hendurnar móti pannuni, og peikaði hann móti Harry Napes við svarta fingri sínum: "Hetta var frálíkt. Tygum skulu verða , tann sum leiðir tankarnar burtur hjá henni, tá ið tímin er komin." Hann vendi sær móti gýðinginum. "Og tygum, harri mín, tygum eru handilsmaður?" "Moshe Konig, til tænastu. Men eg skilji ikki hvat fyrifert. Tygum søgdu okkurt um eina neyðstøðu?" Henda kvinnan er í fer við at eiga, og eg skal hjálpa barninum í verðina." "Á, armi stakkal! Eina slíka nátt á sovorðnum stað. Hvat kann eg gera fyri at hjálpa henni?" "Tygum hava kanska ein dropa av brennivíni í knýtinum - í vørugoymsluni?" Konig risti við høvdinum." Brennivín selji eg ikki, men bíða mær eitt bil, eg havi eina fram úr góða eau de cologne og nakrar fløskur av parfumu, næstan so góð sum fronsk parfuma og sera bíllig. Eg royni altíð at útvega tað bestu vøruna til lægsta prísi. Eg skal geva tygum tað, ið eg havi. Strammur spritroykur gongur at hesum." Eitt sker av brosi fór yvir ásjón mister Matumbwes. "Ja, i hesi støðug kan tað brúkast at roynsa við. Sera vinarligt av tygum. Tygum hava ikki eisini køksbúnittur?" "Eitt sindur havi eg. Men knívarnir eru tíverri ikki so hvassir. Við teimum prísunum vit hava í dag, eru vørurnar ikki sum fyrr." "Á nei, ikki knívar, men høvdu tygum ein lut, sum var bogaður og flatur - sum t. d. sum ein lagkøkuskeið...." Gøtuseljarin var longu í ferð við at róta í knýtinum. Tók lutirnar upp og breiddi teir út."Ja, harra Konig hetta er frálíkt. Hasir har kunnu sanniliga brúkast. Eg eri vísur í, at hetta ikki verður nakar ringur barnsburður." "Hov," rópti maðurin uppi á skráanum, "hov, mister," hann fekk ikki navnið upp og helt tí á fram:".....harra lækni, skulu tygum ikki skjótt fara undir hetta?" Mister Matumbwe vendi sær ímóti honum." Kona tygara fer óiva at geva seg til kennar, tá ið hon er til reiðar. Áðrenn tað vildi eg fegin vita navn tygara, og hvat tygum gera, og navnið á konuni og hvussu gomul hon er?" Maðurin hugdi vrantin niður á tann unga læknan og mutlaði: " Sam Boles. Havnaarbeiðari. Konan er tríatitvey ára gomul. Hon eitur Anna." "Ja so, havnaarbeiðari. Tygum mugu vera glaður yvir at verkfallið er av, nú eitt lítið verður borið í heim." Orðið verkfall fór sum ein ylur ígjøgnum hann. "Ha," skríggjaði hann." Ja, tað verkfallið! Eg misti tríggjar mánaðarlønir av hasum lúsa verk-fallinum, eg sum havi eina stóra familju, og so vunnu vit bert seks pence. Tað tekur mær tvey ár at vinna inn aftur, tað eg listi, tí teir ikki vildu lata meg arbeiðja. Og hvørjir eru hesir teir? Tað listi meg at vita. Far í verkfall siga teir; far undir aftur at arbeiða; siga teir: teir hava sett prísirnar upp, siga teir. Ná ja, tygum við allari tygara vitan, tygum kundu kanska sagt mær, hvørjir teir eru?" Mister Matumbwe hugsaði djúpt eina løtu við hondini uppi undir tí rundu høkuni. Hann svaraði sum úr sissheimi : "Kanska skuldu vit heldur spurt hvør, ið HANN er." "Hann? Hvør er hasin hann? Hvat er tað tygum siga?" "Um HANN," segði mister Matumbwe." Hann sum er meira enn teir allir, og meira enn vit, tilsamans. Honum hvørs dreymar í øllum...." "Ho, ho, ho," læt í Harry Napes, sum var komin nærri til skráan. " Tú ljóðar sum ein úrsýndur prædikumaður." Tað sýntist, sum um hetta frøddi mister Matumbwe. >>Heldur tú? Ja, tað var einaferð, at eg var í iva um, hvat eg skuldi velja at lesa til prest ella til lækna, men eg eri glaður, at eg valdi at lesa ........."? Eitt róp frá Annu Boles breyt hann av, men hetta var meira av iva og biva enn av pínu.>>Eg vildi ikki hava fleiri smá. Tað sigi eg tygum, eg vildi ikki hava flreiri, tað havi eg ongantíð viljað." Mister Matumbwe var straks við hennara lið og hugdi niður á andlit hennara, sum venaði seg í harmi, sorg og pínslu. Matumbwe hugdi við blíðum eygnabrái at hesi konu við umsorgan og kærleika eins og fingrarnir, ið undirsøktu kropp hennara. "Ja,>>segði hann , >>tíðin er komin.". Og hann legði afturat: >>Tygum, frúa, vita skulu tygum, at tað er tann góði Guð, ið valdar øllum, ræður eisini í hesum førinum. Honum er heiðurin og æran, og tygum mugu taka við korunum sum tey eru, tí barnið kemur nú." Men kvinnan vildi treyðugt tiga. Hon kærdi sína neyð: "Nær upprennur tann dagur, at vit fáa nakað burtúr úr tí? Vit stríðast og strevast tann líðilanga dag og fyri hvørjum? Ikki leypur so mikið av, at okkum unnist at fara at hyggja at einum filmi um vikuna. Hon gjørdist meiri og meiri ørkymla:>>Tað einasta lívið ber mær er, at eg fái ein nýføðing fyri og annan eftir, altíð havi eg onkran á brósti, sum ger at megurð kemur í." Mister Matumbwe hugdi við eftirtanka upp á hana, áðrenn hann svaraði: "Eg veit eina frálíka uppskrift: tak eina strokna skeið av turrmjólk og hálvaaðru teskeið av sukri, rør tað út í ein litur av kókaðum vatni, og hell tað í eina skoldaða fløsku at geva barninum fimm, seks ferðir um dagin. Frá møðrahjálpini fáa tygum lýsi fyri einki og reina appelsinvatu. Men sjálvandi er best fyri barnið at geva tí bróst." Brádliga skrýggjaði kvinnan aftur. Hetta var ikki róp, ið var merkt av sjálvsøkn, ið nært við sorgarljóð í sál hennara, men hetta vóru herðindi, verkir, ið píndu og nitu fast. Mister Matumbwe vendi sær móti Harry Napes: >>Dansa nú harra Napes,>>rópti mister Matumbwe. "Fá hana at hugsa um okkurt annað. Leið tankarnar burtur frá teimum sváru kvølunum, hon er í. Tað er einki, sum vit kunnu geva henni fyri at linna um pínuna, einki annað uttan tygara framførsla. Geri tygara besta....." Gøtusjónleikarin hevði sett kollin á nakkan, so hann stóð upp í rógv og førkaði seg yvir hagar, so kvinnan kundi síggja hann; nú fór hann undir at gera ymiskar skemtiligar kropsrørslur, gálvaði og skellti til sin egna heimagjørda tónleik:"Da da diit-da-da, biddeli-da-di-o, biddeli-da-dum bumpa-pada-bum, dum, bum..." "Hygg at honum, frúa, >> segði mister Matumbwe við kvinnuna, >>og tygum fara at síggja ein betri sjónleik enn í Palladium, tí hann er kongur ímillum gøtusjónleikararnar." Mattumbwe fór úr frakkanum og jakkanum og smoygdi upp um armar. Hann gníggjaði hendurnar inn í eu de cologne og fór í holt við at hjálpa hesum barni til verðina, sum nú skuldi síggja dagsins ljós. Skamt ífrá seyðraði regni niður. Stormurin ýldi í tí krunkasvørtu náttini. Áarføri pískaði tað vindbarda túnið. Hann segði við gøtuseljaran: "Harra Konig, vilja tygum savna regn í hattin; vit mugu hava okkurt at vaska barnið í." Hann legði likam og sál í sítt arbeiði. Eyðmjúkur og kærleiksfullur stóð hann har undir tak-skegginunm hesa stormfullu regnnátt og tók ímóti hesum barnið. Hetta var hansara fyrsti sjúklingur. Fyri ikki at missa móti undir hesum ótespuligu umstøðunum, mutlaði hann medisinskar lærisetningar fram fyri seg á latíni: >>Occipito dextra posterior... >>Hetta kundi fyri hini eins væl verið ein latínsk messa. Men mitt í soranum droymdi hann seg burtur. Tað lítla høvdið, ið kom undan var kolsvart. Júst í somu løtu hann sá hetta, var hann í Afrika og hetta var bert ein lítil partur av tí tali av smáum høvdum, hann skuldi hjálpa í verðina við sama kærleika og dugnasemi á tí hospitali, hann ætlaði byggja, har mammur skuldu koma væl undan uttan nakra sótt, fáa góðan mat og verða væl røktar, tí fávitska og øll sjúka skuldi ruddast út..... Bom-bommelom-bom hej-di-de-lej... "sang gøtusjónleikarin, trampaði, skellti, gálvaði og blunkaði við sínum frekku eygum sum ein íspegil; í tí eini løtuni dansaði hann hula, tí næstu dansaði hann skotskan svørðdans, og við eitt var tað boogie. Rytmurnar rungaðu í oyrunum á mister Matumbwe eins og villskógartrummur, sum hann mintist tær frá sínum barnaárum heimanífrá, áðrenn hann varð sendur til trúboðanarstøðina úti við strondina. Tætt við síðuna av stóð Moshe Konig við hatti sínum fullum av regni. Sam Boles stóð og hugdi at ræðslusligin og bebbaræddur. Hvussu svár í pínan var, og hvussu fast tað neit, fekk Anna Boles ikki eyguni av tí trampandi, hoppandi skepilsinum á pakhússkránanum og tí stóra, margháttliga skugganum í dansaði undir tí einligu gulu útilyktini. Mister Matumbwe, mister doktor Matumbwe brúkti alla sína vitan og legði alla sína sál og vilja í at hjálpa kvinnuni, men ein løta kom, hvar alt vónloysið sýntist at gera støðuna torføra. Ikki tordi hann at føra amboðini, sum hann hevði, ov langt inn. Nú vóru góð ráð dýr. "Ba- de- ladiit- cha!>>brølaði sjónleikarin, leyp høgt í loft og smelti halarnar saman. Bi- du- di -cha!>>Hann leyp til síðis og smelti halarnar aftur saman. "Hoy!>>skríggjaði hann og fleyg upp í loft sum ein balletdansari í eini entréchat. Men júst sum hann aftur fekk fast undir fótum, kom hann í ein hyl og gleið. Hann fór barlangur afturav, við sveiggjandi ørmum og við hondunum flagsandi sum ein lambskotin ær, datt hann á dintilin. Spruttið frá honum var so øgiligt. Næstan sum brim við sjóvarstrond á vetrardegi. "Puha, dekan í fari ikki!" brast út úr honum. "Hetta er sum ein gløtt skoytibreyt!" Kvinnan Anna lá í skellilátri , hon læi ein tippan látur, hon hevði ongantíð sín dag sæð nakað so skemtiligt, og barnið stoyttist út úr móðurlívinum í einum dragandi útsúði. Tað boðaði frá við einum lítlum, fittum ljóði, einum skrýggi, sum fór ígjøgnum láturin, sum staraflokkur yvir grønan hógv. Mister Matumbwe gjørdi tað, sum var neyðugt, so tók hann barnið, og lyfti tað varliga og hátíðarliga uppfrá, sum hetta var eitt offur. Hansara vakra rødd rungaði í pakkhúsinum aftanfyri, tá ið hann mælti. "Sí, sí!" rópti hann. "Undrið". Tá ið hini hugdu upp, sóu tey ikki annað enn ein reyðan, rukkutan ómetaliga misháttan nýføðing. Tey fataðu ikki tað, ið tann svarti maðurin talaði um, tað undrið, tað er at taka ímóti lívið , sum gongur hond í hond eins og glóð í eimi, sum ígjøgnum øldir hevur andað á ævinnar fýrstaði. Hetta sum her fór fram, var bert ein partur av hesum, sum honum var lagað at vera við til. "Drongurin má verða ballaður í okkurt heitt," lat í Moshe Konig. Næstu løtu stóð hann á høvdinum niðri í knýtinum og rótaði. Kom upp við einum plaggi - einum flonelsnáttkjóla, sum hann varliga og blíðan legði um barnið, meðan mister Matumbwe tók sær av mammuni og hjálpti henni til sættis. So tók gøtuseljarin tað hvíta líni, sum barnið var sveipað í, burtur frá enninum og legði tað skríggjandi í fangi á mammuni. Gøtuseljarin stóð aftur á høvdinum niðri í knýtinum og kom upp aftur við einum gullsummarfugli, á einari klænari nál og legði tað við síðuna av barninum. Rættari sagt, var hetta ein summarfuglur, sum var skorin út úr papírtunnum kopar og eyguni vóru blankir steinar í skygdu sum gimsteinar í tí gula ljósinum frá útilyktini. Kamparnir vóru hárfínir træðrir, ið dandaðu sum bókablað, meðan barmurin á mammuni bylgdist upp og niður. Men tað gula skerið frá lyktini gjørdi, at henda leikan skygdi sum gull. "Øh, lat meg siga tær," segði Sam Boles, "vit eiga ikki sýru í vegg, so vit eiga ikki eitt klovið oyra at gjalda við...." Moshe Konig boygdi seg niður yvir tey bæði, sum lógu á sekkunum, hugdi at teimum við alvarsamum smíli og rørdi við leikuna, so hon darraði og skróðaði við veingjunum. "So- so," segði hann,"hvør hevur biðið um nakað?" Men Boles var illgrunasamur. Hann hugdi illfrýntur upp á menninar: "Hvat rokna tit við?" Mister Matumbwe hugdi upp, tá ið hann hoyrdi spurningin og hansara alvarsama eygnabrá aftan fyri gullbrillurnar festi seg við gøtusjónleikaran, sum nú var komin nærri fyri at síggja nýføðingin. Hann grein við sínum nasvísa, tannleysa smíli og gøtuseljarin boygdi seg longur niður yvir sekkjadungan, meðan hann fanglaðist við tað gyltu, skróandi leikuna, og brádliga kendi tann svarti maðurin seg fyltan av eini gleði av aðrari verð, eini frøi, sum ikki var av hesum heimi. "Einki!" segði hann hvatliga," als einki. Tak ímóti øllum tí, sum er veitt tykkum av hægri maktum. Tí mínir harrar, vita tit ikki hvør henda náttin er?" Teir stardu upp á hann. Barnið helt uppat at gráta. Illveðrið batnaði. Vindurin legði seg, og tað bleiv longri ímillum ælini. "Tað er trettanda kvøld jóla. Minnast tit ikki orðini í 2. kapitul í Matteusar evangelium?" Men tá ið Jesus var føddur í Bethlehem í Júdeu, á døgum Heródesar kongs, tá komu nakrir vísmenn úr Eysturlondum ........ og hann sendi teir avstað til Betlehem og segði við teir:"Farið avstað og sóknist væl eftir barninum... Men tá ið teir høvdu lýtt á kongin, fóru teir avstað; og sí, stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk framman undan teimum, líka til hon kom og stóð uppi yvir har, sum barnið var. Men tá ið teir sóu stjørnuna, vórðu teir heilt avbera glaðir. Og teir fóru inn í húsið og sóu barnið hjá Mariu, móður síni; og teir løgdust á knæ og tilbóðu tað; og teir lótu upp goymslur sínar og bóru tí gávur: gull og roykilsi og myrru....." Moshe Konig vendi sær móti tí svarta manninum við sínum sorgblíða, vituga eygnabragdi og spurdi: " Hvat er tað tygum royna at siga okkum, mister Matumbwe lækni." Mister Matumbwe svaraði við kvøllari rødd: "Bert tað, at í nátt er nakað stórt og undrunnarsamt hent; eitt barn er føtt. Tí einki menniskjabarn kemur til verðina, uttan tað er av Jesu likami, uttan at tað við komu síni er av skaparans lyndi í reinleika og rættvísi, eigir lut í Jesu anda." Men hann gjørdist spakmæltari og helt á fram lágmæltur: " Og síggja tit, og kanska var tað gott, at vit komu higar við gávuni til hansara. Tí hvør kann siga, at vit ikki vóru teir tríggir kongarnir, sum komu eystanífrá og fylgdu stjørnuni, sum leiddi os higar?" Kvirran var brotin av einum tungum suffi frá Moshe Konig, í hvørs høvdi og hjarta tær gomlu halgisøgurnar og profetarnir rørdu seg. "Åh ja, tað kann væl verða, mínir harrar," helt Matumbwe, " tí Tygum, harra Napes, er ein kongur, kongur ímillum gøtusjónleikarum, ein kongur frá Eastchapel, er tað ikki satt? Og sjálvt navn tygara, harra Konig, merkir jú "kongur".... Hansara glaða, reinlynta smíl brosaði teimum á møti. Skemtifimleikarin flaknaði av látri."Og hvør er so kongur nummar trý?" spurdi hann og nikkaði ímóti tí súra ørvitisknokkinum Boles."Tað kann ikki vera hann við hasum glaða skortinum?" "Á nei," segði Matumbwe."Eg eri tann triði." Moshe Konig suffaði aftur:" `Ahhhhh ja. Soleiðis má tað verða. Bert kongar og gýðingar bera so stóra tign innast í barmi, at teir aldri taka sær tykni av hesum." "Ja," tók mister Matumbwe uppaftur, "eg haldi, at vit eru teir sonnu tríggir kongarnir úr eystri, sum eru komnir higar við okkara gávum, gulli, roykilsi og myrru." Nú tók mister Matumbwe at vaksa og umgyrdur av tignarligum vakurleika. "Lat meg siga tykkum," greiddi hann frá, "at heima í egna landi mínum í norðara parti av Negeria eri eg Matumbwe kongur tann fyrsti, tí min høgt elskaði og æraði faðir, Nkukawa, er fyri stuttum deyður heima, meðan eg var í fer at fáa útbúgvingina frá hondini. Men eg havi avgjørt, tá ið eg fari heimaftur, skal eg ikki vera kongur, men mister Matumbwe, útbúgvin lækni frá tí medi-sinska læristovninum við lærda háskúlan í London, tí tað heitið er mær kærast og tí eri eg errin av. Ein fremmand rødd hoyrdist knappliga. "Hov, hvat er á vási her?" Teir vendu sær allir á og hugdu at løgreglumanninum, sum stóð har í hjálmi og tí blanka svarta regnmøttlinum - leiftrandi av vætu undir tí einligu útilyktini við skúrin tætt at goymslubygningin. Umbroytingin helt uppat. Tað fjara ljóðið av kongaligum paukum og trompetum doyði burtur. Mister Matumbwe tók til orðannna og greiddi í nýtum orðum frá sum lærdur afrikani á esnkum vegna øll: "Her hevur ein kvinna júst átt eitt barn. Eg eri útbúgvin lækni og havi givið henni tað neyðugu hjálpina, væl hjálptur av hesum góðu monnunum. Móðir og barn hava tað frálíkt, men eg má mæla til, at tey koma á sjúkrahúsið beinanvegin. Høvdu tygum kunnað ringt eftir einum sjúkrabili....." Løgreglumaðurin skrivaði niður tað, sum var hent; sjúkrabilurin var á veg. Knýtið hjá Moshe Konig varð rubbað aftur; Harry Napes setti kollin aftur á høvdið við tútinum niður í pannuna og smoykti kragan upp um hálsklútin. Mister Matumbwe skifti ham. Fór aftur í tann brúna regnfrakkan, sum ein lítisverdur afrikanskur lesandi og setti gullbryllurnar aftur á nøsina. Sam Boles stardi niður á teir frá tí høga skráninginum, sum ein súrsokkur og illgrunasamur, tí hann vildi ikki trúgva tí, at hann slapp snikkaleysur frá hesum uttan at gjalda fyri alt tað, hann hevði fingið. Við veipandi ørmum vendi Napes sær til mister Matumbwe og segði: "Ná ja, so góðanátt, meistari. Tú ert ikki so galin." Moshe Konig tók knýtið á bakið og stakk hondina undir fetilin. Hann segði: "Guð vælsigni tygum, mister Matumbwe lækni. Tygum eru mætari enn nakar kongur." Mister Matumbwe smíltist eitt sindur fjáltraður." Meina tygum tað? Sum tað er vakurt av tygum at siga tað." Hann hugdi at kvinnuni við barninum og tí gylta summarfuglinum, og minti hana á uppskriftina um mjølkina til barnið, sum hann gav henni.:" Hon er alneyðug, men síggja tygum onkran útveg fyri tí, frúa, so er bróstamjólk tann allar besta. So góðanátt, og góða eydnu...." Teir tríggir menninir trinu undan takskegginum út í ta stummu náttina, meðan regni stillisliga datt niður á tað steinsettu gøtuna og fóru hvør í hvør sítt herðashorn. Orð og tekningar: Frits Johannesen Móti jólum á Føroya læraraskúla 1964 og eingilin Gabriel Glámlýsið festi røtur í trækrúnurnar uppi í Viðalundini. Tann stóri minnisvarðin yvir teir sjólætnu, bar alt hetta glámlýsi á sínum herðum. Um Kirkjubøreynið fóru rípur av ljósi, køldum frostljósi, hond í hond yvir teir døkku klettarnar ovast uppi í Reyninum. Soleiðis hugleiðir Frits Johannesen úr Fuglafirði um jóltíðir 1964... Tað var bítandi kalt og turrafrost. Skyggísurin spákaði sær í smáum hyljum, á steinum og tjørnum víða um, men eisini niðri í Havnini vóru hyljar - eygnadropar, sum lógu niðri í tí svarta bikhavinum. Tær pinkulítlu ísrendurnar fingu ikki frið fyri bilunum hjá Júst Sivertsen. Tær fóru upp í múrtsl og lógu nú og smáskeldaðu inn á hesar oyðandi roykdrekarnar, sum fóru um tað kolakrunksvarta bikhavið morgun og kvøld. Um náttina var øðrvísi. Tá fingu hyljarnir frið. Nú var lítil og eingin ferðsla og fóru hesi smáu eygu upp at floyta sær í tí køldu luftini og tí bjarta mánalýsinum. Móti jólum gjørdust hesi Havnareygu so orðarík, at tutlið frá teimum sjarrandi ísblómunum, bóru jólaløg við sær úr aðrari verð. Ikki so sjaldan legðist murrukavi um náttuna av Tinghúsvegnum, Oman á Vaglið, eftir Frantsabrekkuni, út eftir Sverrisgøtu, Dr. Jacobsens gøtu og niðan Dalavegin. Jólini vóru við at menna seg í hesum smáu asfaltseygum, men mannaeygað helt lítið um hesar vágpirrur. Tey illneittust inn á Havnar kommunu, at hon ikki jodaði upp undir jól, so asfaltið var heilt sum ein troyggjubulur. Nei, her var einki at gera. Viku fyri jól vóru fólk í jólahýri og í sýnisgluggunum fór smátt um smátt okkurt skreytakent at hanga, ikki vóru stundir at hugsa um tey smáu heljareyguni, íð stardu upp í teir litføgru sýnisgluggarnar. Vit, sum gingu á Læraraskúlanum, stóðu á trappusteininum og royktu í fríkorterunum saman við Bjarna Niclasen, Sofus Joensen og Petur Martin Rasmussen. Hesir áttu bikhavið á Vaglinum og høvdu býtt tað upp sína millum. Teir stóðu allir við hvør síni pípu og lótu roykin frá hesum pípuhúsa staðfesta makt sína og hevdaðu megi sína at lata roykin fara sveimandi yvir tjøruhavið. Hann var so javnt tættur henda morgun 19 des. 1964. Hann fór sum pollamjørki í Djúpunum - hálsfevndi øklarnar á fólki í fóru um plinkar og mið á asfaltshavinum framman fyri Læraraskúlanum. Roykurin var góður. Tú fekst brell av hesum sáttarroyki, at onkran dagin legði tú til brots við pípuni og hevdaði megi tína við hesum munnbara roykklova sjálvur. Ja, kanska, men ikki allir av okkum fóru at ganga sum indianara høvdingar um breytir og gøtur og hevda tað ósjónliga magni, sum lærarar mangan høvdu. Bjarni, Sofus og Petur Martin glaðaðu henda morgun. Hvønn teir glaðaðu til, vistu vit ikki, men kynstrið í pípumentan teirra, var so innlivað, at tað kundi gera tað sama, hvønn munnvika teir brúktu, men guvuroykurin úr hesari lítlu grúgvu boðaði um vit og skil, men eisini var hetta eitt ósjónligt tekin um makt og megi. Tað kundi eisini bara vera ein hugni, ein góð løta, sum teir untu sær saman við óskyldugum bygdadreingjum, ella hevði Nygaard brumma um, at tað var ósømiligt, óhøskandi at roykja pípu inni undir bitunum á læraraskúlanum? Um so var, eru teir farnir stillisliga útum , og latið Nygaard brumma sítt brumm í sínum lag innanveggja. Teir stóðu sum standmyndir í hesum glámlýsinum, sum var henda morgun. Ikki stórir menn, men tættvaksnir og samankiptir. Ikki sóu teir út sum standmyndin uppi í Viðalundini, men teir royndu eisini við sínum herðum at bera glámlýsinum uppi og menna løtuna við tí angandi pípuroykinum. Hetta høvdu teir fram um standmyndina í Viðalundini, at teir royktu pípu og vóru føroyingar. Henda morgun í desembermánaða 1964 var roykurin í pípunum hjá Bjarna, Sofus og Petur Martin so kria hvítur. Hann velti sær um høvur teirra, at brátt skiftist myndin. Teir fingu eingladæmi. Roykurin gav teimum fjaðrar og veingir. Hvørja løtu væntaði vit, at teir fóru at taka seg uppfrá og boða um Jesu føðing og blanda seg við glámlýsið, men so var ikki. Pípan varð stungin í lumman, tá ið tað ringdi og farið varð inn í Miðstovuna at hoyra Sofus greiða frá, meðan jólahugnin knoðaði glámlýsið út yvir Perluna og Sjómansheimið; tað sóu vit úr Miðstovuni. Roykurin av Havnini - glámlýsisiroykurin helt fast í húsatromirnar megin partin av desember mánaða. Tá lá Havnin í dvala og helt hondina yvir sínum elskuligu býarbørnum. Vit vóru tríggir næmingar, ið búðu í hjallaranum hjá Gertrud og Absalon Eysturoy - Jóannes Nolsøe úr Vági, Jógvan Ólason og greinskrivarin úr Fuglafirði. Vit válaðu oman og niðan í hesum løgna og hulisliga lýsi dag um dag - eftir Dalavegnum, Dr. Jacobsens gøtu, Sverrisgøtu, Áarvegnum og inn á Læraraskúlan. Vit vóru fastir kundar hjá Magnus Skæling og Edith konu hansara - Edith hjá Annu Sam. Hann plagdi at pynta eitt sindur til jóla. Tað var ikki tað stóra, men eingilin Gabriel, plagdi at koma upp at hanga millum vørurnar, ið stóðu á hillum og í tí fitta sýnisglugganum. Tá vitstu vit, at nú vóru jólini í hondum. Nú tykist tað eins og at farið verður undir jólastáki á Ólavsøku. Hetta hevði verið lítisvert í eygum Magnusar. Hann var ov vitugur til slíkt stakkalastás, nei, hann var ein rættur handilsmaður, ið kendi seg og síni. Ikki bara tað, eisini sálareyðkennini hjá teimum, ið stukku inn á gólvið at keypa, vóru honum ikki ókunnug. Her angaðaði av bygdadámi mitt í Havnini.- >>Ná, goddag ja, tú ja, tú skalt hava- ja, seks egg, ein pakka plantumargarin - júst komið á marknaðan, eitt stk. ost og eina krukku appelsinsyltutoy. Tú skalt hava eina eskju av tomatsild... og so tað sama sum tann fyrri, ja, og tú skalt hava eina eskju av pikantum smyrjosti og so tað sama sum tann fyrri.<< Okkum nýttist einki at siga, hvat vit skuldu hava. Stungu vit nøsina inn um, so fór hann í sínum gula kitli eftir tí, ið okkum tørvaði. Kona hansara hon gekk í bláum kitli. Hon var eitt sindur hølt, men fryntlig vóru tey bæði og fyrikomandi. Goldið varð kontant. Sjálvandi vóru vit ikki teir stóru kundarnir, men honum líkaði hetta, at fáa eitt gott prát, um tað sum fórt fram manna millum og hvussu Sofus hevði tað á Læraraskúlanum. Teir vóru skyldmenn. Sofus var bróðirsonur hansara. Ikki so sjaldan sóu vit Sofus sita og telva saman við Skælingi í stovuni. Tá ið so var, sást alpuhúgvan hjá Sofusi førka seg millum planturnar í vindeygakarminum, og vitstu vit, at nú sótu teir í búnum talvi. Okkum longdist eftir einglinum Gabriel hjá Skæling. Nær kom hann undan kavi - nær fór hann at koma upp úr tí frumaldar glámlýsishavinum, íð hekk út yvir Havninia? Ikki kundi tað vera leingi nú, at hann fór at seta seg á ta grønu hillina hjá Skæling ella tann lítla bygdasliga sýnisgluggan, ið stamaði jólahugna út í tún. Gabriel var hin sami ár um ár. Hann var eitt sindur litfarin síðstu ferð vit sóu hann, men eygnabragdið var tað sama. Tann sami Gabriel, ið boðaði um jól og hágtíðardám í Havnargøtu, um jólafrí og jóladagar øll árini vit vóru í Havnini. Skæling hugdi so vitugur upp um sínar brillur, tá ið vit stukku inn á gólvi. Í sínum gula kitli minti hann nógv um teir dugnaligu serfrøðingarnar á Kap Canaveral - (Kap Kennedy) Vit hugsaðaðu um, hvar hann mundi goyma eingilin Gabriel. Lá hann millum bløðini í onkrari forkunnugari bók, ella lá hann í onkrari skuffu og lurtaði eftir tí, íð sagt varð alt árið ígjøgnum? Fyri okkum var hetta eitt sindur kultist, at fáa eygað á Gabriel undi bitunum hjá Skæling fyri jól, og hoyra stummu orð hansara um góð og hugnalig jól og eydnuberandi nýttár, áðrenn farið varð norður um og suður um. Eisini eingilin Gabriel visti hvat okkum tørvaði. Hann fylgdi við harra sínum við sínum droymandi eygnabrái og koyrdi undir Skæling gamla: Kvika tær nú, møsna ikki ov nógv, sel nú hvat tú kanst. Men Skæling lat ikki um vón. Hann gjørdi sítt og hugsaði at fara væl um kundan. Einglalagið av tí grønu hillini var partur av dagsverki hansara. Gabriel var partur av Magnus Skæling og hann av honum. Vit vóru sum teir heilagu kongarnir, ið gingu okkara gongd. Komu av bygd og royndu at fáa okkum førning í høvuðsstaðnum at bera víðari. Vit høvdu sæð stjørnuna sum lýsti yvir staðnum - endurskin av vitan og kunnleika, sum var í vetrarglámlýsinum, men ikki fyrr enn Gabriel hjá Skæling var komin fram í sýnisgluggan, kundi vit rætta ryggin og kenna okkum vísar og taka boðskapin frá hesum fitta rúmdarbarni at okkum. Tað fór eitt suð ígjøgnum Sverrisgøtu. 19. des 1964 kl hálvgum týggju um morgunin. Tá var Gabriel floygdur. Hann hevði sett seg í sýnisgluggan. Vit steðgaðaðu á uttan fyri um fýra tíðina eftir skúlatíð, áðrenn farið var inn at keypa. Faðir Gabriels - Magnus var kurtisligur, fróur og ljóðkátur. Hann næstan sang av offarakæti, tá ið hann kom við sínum viðmerkingum oman fyri bryllugløsini, um jólini og jólahugna. Gabriel fylgdi við dreymakendum eyga meistara sínum og hevði ein tigandi boðskap til okkara. Nú vitstu vit, at jóladagar vóru fyri stavn og at farast kundi undir jólahald og hugna. Veitsla skuldi verða um kvøldið í B-36 húsinum. Við myndini av Gabriel í sýnisglugganum hjá Skæling og Magnus Skæling í tí gula kitlinum, og konu hansara í tí bláa kitlinum, fór veitslan at verða góð. Og so var. Nú er nógv vatn runnið í á síðani hesar dagar, men hvørja ferð tú fert framvið hjá Skæling, sært tú Gabriel fyri tær og tú hoyrir Skæling siga: >>Ja, tú skalt hava tað sama sum tann fyrri og so tomatsild afturat.......ja, so siga vit tað....... Landsliðsbókin er eitt stórverk Fótbóltur: Nýggja landsliðsbókin er góð sum lesnaður hesi myrku vetrarkvøld, men sjálvt tá hon er væl og virðliga gjøgnumlisin kann hon ikki goymast burtur, tí hon er framúr sum uppslagsverk Í samfull 10 ár hava føroyskir fótbóltsspælarar tikið tøk í altjóða fótbólti. Teir hava ferðast úr Akranesi í norði og suður á Kreta, úr Moskva í eystri til Belfast í vestri. 51 FIFA-skrásettir landsdystir eru spældir á leikvøllunum í Føroyum og kring um í Europa hesi seinastu 10 árini, og úrslitini hava verið bæði góð og vánalig. Stórtapini gjørdust ongantíð so stór, sum fólk væntaðu at byrja við, men dyggir ósigrar hava eisini merkt liðið, og inn ímilum hava bæði spælarar og Føroya fólk eisini smakkað sigurssæluna. Ítróttarskrivararnir Jóannes Hansen og Finnur Helmsdal hava í nýggju bókini Fótbóltslandsliðið - í altjóða fótbólti í 10 ár tikið saman um okkara fyrstu tíð millum teir stóru í heiminum, og bókin er eitt stórverk, sum við greiðum og neyvum upplýsingum staðfestir gongdina frá byrjanin og fram til dagin í dag. 231 síður fullar av frásagnum, samrøðum, myndum, hagtølum og øðrum eru innihaldið í nýggju landsliðsbókini, sum er ein framúr ferð gjøgnum spennandi fótbóltstíðir. Samrøður við sentralar persónar Finnur Helmsdal hevur skrivað bók um fyrstu undankappingina hjá føroyingum, og tí ger hendan nýggja bókin minni burtur úr tí kappingini. Meiri verður gjørt burtur úr trimum teimum næstu undankappingunum. Farið verður væl um allar dystirnar, greitt verður í stuttum frá gongdini, og nógvar myndir lýsa avrikini á vøllinum. Bókin gerst ongantíð bara ein endurtøka av øllum tí, sum áður hevur frammi, lagt er betur til rættis enn so, og nógvu smáu søgurnar, sum standa í marguni, eru við til at krydda bókina. Samrøður eru gjørdar við sentralar persónar í altjóða ævintýrinum hjá føroyskum fótbólti, og ikki minst samrøðan við FSF-formannin Tórleif Sigurðsson er áhugarverd. Eisini samrøðurnar, sum eru gjørdar við landsliðsvenjaran Allan Simonsen og mesta roynda føroyska spælaran, Jens Martin Knudsen, eru við til at lýsa gongdina betur. Tað er gott at fáa teirra hugsan um tey 10 árini í aljtóða fótbólti og hvat fram-tíðin kanska hevur at bjóða. Hagtølini eru framúr Tær mongu frásagnirnar eru spennandi lesnaður, og myndirnar siga sína heilt greiðu søgu, men bókin hevur við framúr góðu hagtølunum vunnið sær virðið sum nógv meiri enn bert ein søgubók. Í bókini eru yvirlit yvir allar teir 51 landsdystirnar FIFA-skrásettu landsdystirnar, sum spældir eru seinastu 10 árini. Uppgivið verða allar uppstillingar hjá føroyska landsliðnum í teimum 51 dystunum, hvussu útskiftingarnar eru farnar fram, málskjúttar, gul og reyð kort og eisini hvørjir spælararnir vóru á mótstøðuliðnum. Men hagtølini verða ikki bert slongd út í endaleysum banum, tey eru eisini sett upp í yvirlit av alskyns slagi, og tað er gjørt so áhugavera, at tú verður at lesa tey, og altíð kann tríva í bókina aftur, skuldi bara okkurt smátingi verið av ivast í viðvíkjandi landsliðnum. Bæði í yvirlitunum aftast í bókini og eisini aðrastaðni í bókina verða alskyns hagtøl borin fram, bæði í kendum og minni kendum uppsetingum. Staðfest verður sjálvandi hvussu nógvar landsdystir teir ymsu spælararnir hava spælt, nær og hvar, hvussu nógv mál teir hava skorað og hvat felag teir hava umboðað. Allir teir spælararnir, sum gjøgnum seinastu 10 árini hava spælt á landsliðnum, eiga sín part í bókini. Greitt verður frá nær teir eru føddir, hvussu nógv teir viga, hvørjum teir búgva saman við, um teir eiga børn og so víðari. Bæði í greinum og stubbum verða ymisk hagtøl sett fram sum smáar søgur, til dømis hvør hevur oftast verið liðførari, hvør hevur skorað oftast ímóti okkum, hvussu nógv brotsspark Jens Martin Knudsen hevur bjargað og annað. Bókin er góð sum lesnaður hesi myrku vetrarkvøld, men sjálvt tá hon er væl og virðiliga gjøgnumlisin, kann hon ikki goymst burtur, tí hon er fram úr sum uppslagsbók. Finnur Helmsdal og Jóannes Hansen hava skrivað ein framúr bók, og hon er ein gáva til allar fótbóltsáhugaðar føroyingar. Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Jákup Marnar Anthoniussen: Eg ætlaði at geva upp Umstøðurnar forðaðu ferð eftir ferð fyri, at seinna Blátt-fløgan kundi gerast liðug, og tað var komið so langt, at Jákup Marnar Anthoniussen ætlaði at lata upptøkurnar fara og gloyma alt um at fáa fløguna út Jákup Marnar Anthoniussen Tú kanst ikki lata vera við at hugsa um tað, tá tú prátar við hann. Røddin má kunna brúkast til at syngja við. Og tað kann hon - við lít eisini. Klaksvíkingurin Jákup Marnar Anthonissen telist millum okkara heilt frægu sangarar, og uttan mun til um talan er um harðan rock ella inniligar, romantiskar balladur, so finnur hann natúrliga tónan, sum skal til. Jákup Marnar Anthoniussen er kendur í fleiri samanhangum, og orsøkin til, at øll kanska ikki kennast við navnið er, at hann hevur ikki havt til vana at draga seg sjálvan fram í ljósið. Hann hevur fjalt seg aftanfyri nøvn sum Science Fiction, Les Isles Faroe, og seinast Blátt. Men røddin og tónleikurin... ja, har er einki at fara skeivur í. Vit eru øll vorðin lin í knøunum av sanginum Til allar vinir, skemta okkum viðÍ skúrið, og sangir sum Tú brennur so í mær og Like a Slave eru saman við øðrum valaverkum hjá Jákupi Marnar Anthoniussen væl kendir. Fyri átta árum síðani rakti hann seymin á høvdið við frálíku, friðarligu og vøkru fløguni Til allar vinar, og nú ein dagur fyri og annar eftir eru farnir framvið, er uppfylgjarin komin. Vøkur mynd hjá Blátt er á gøtuni, og tað er ein fløga við 10 nýggjum skeringum, har Jákup Marnar Anthoniussen er sentrali persónurin. Eg eri vorðin eldri, men... Onkur hevur sagt, at tú ert vorðin vaksin á nýggju fløguni. - Eg eri vorðin eldri, men tað ber ikki til at siga tað so einfalt sum, at á fyrru Blátt-fløguni var eg barnsligur og nú eri eg vaksin. - Tað kann væl vera, at fólk hava fatað sangirnar á útgávuni Til allar vinir sum einfaldar og barnsligar, men eg havi skrivað flestu av orðunum í størsta álvara, og aftanfyri liggur altíð ein meining, sum tað illa ber til at fara út við. Men hvat heldur tú um yrkingarnar á nýggju fløguni? - Eg eri væl nøgdur við tær. Tær eru erligar og fyri mín part eisini persónligar. Eg havi skrivað orðini til sjey av teimum 10 sangunum, meðan Regin Askham hevur skrivað hinar tríggjar. - Nú skal eg ikki fara at svara fyri, hvat Regin leggur í sínar yrkingar, men eg kann ið hvussu er siga, at yrkingin Mítt hav er sterk og hevur grundarlag í veruleikanum, tá báturin Jøkul einaferð mundi gingið burtur og Regin var við. Herluf og Finnur hava hvør sín stíl Tónleikurin er broyttur nógv frá seinastu fløguni. - Ja, og tað var løgið um hann ikki var tað. Herluf Sørensen stóð fyri tónleikinum á Til allar vinir, og hesaferð hevur Finnur Hansen staðið fyri tí mesta. Herluf var við at byrja við, men fór so burtur, og so hevur Finnur gjørt tónleikin lidnan. - Tónleikastílurin er eitt sindur fjølbroyttur, og tað haldi eg er fínt. Sjálvur eri eg ikki júst til hetta slagið av tónleiki, mær dámar best harðan rock, men eg havi latið framleiðsluna av sjálvum tónleikinum upp í hendurnar á Finnur Hansen, og hann hevur gjørt eitt frálíkt arbeiðið. Er tað fyrst og fremst tað, sum ger at munur er á tónleikinum á báðum Blátt-fløgunum? - Ja, tað er tað helst. Tað er als ikki soleiðis, at vit við vilja hava roynt at broytt tónleikin frá tí fyrru til hesa fløguna. Herluf Sørensen legði fyrru útgávuna til rættis, og nú hevur Finnur Hansen staðið fyri tí seinnu, og teir hava hvør sín stíl. - Ætlanin var, at Herluf Sørensen eisini skuldi standa fyri tónleikinum á hesi fløguni, og hann var eisini við at byrja við, men hann fór burtur, og so tók Finnur yvir. Vit hava brúkt fýra av grundunum, sum Herluf gjørdi, og so hevur Finnur gjørt teir sangirnar lidnar, umframt at hann hevur lagt hinar sangirnar til rættis frá byrjan til enda. Tikið langa tíð at gera fløguna Tað hevur sanniliga tikið sína tíð at fáa hesa seinnu Blátt-fløguna til høldar. Farið varð undir upptøkurnar longu í 1992, og ætlanin var eisini at fløgan skuldi koma út tá. Men umstøðurnar hava ferð eftir ferð forðað fyri, at fløgan kundi gerast liðug, og tað var komið so langt, at Jákup Marnar Anthoniussen ætlaði at lata upptøkurnar fara og gloyma alt um at fáa fløguna út. - Seinasta royndin, sum eg gjørdi fyri at fáa tilfarið út, var at ringja til Páll Arge og spyrja hann, um hann hevði hug at geva fløguna út. Hann fekk upptøkurnar og lurtaði eftir teimum, og svarið, sum eg s íðani fekk, var játtandi. - Upptøkurnar vórðu gjørdar lidnar í summar, og so hevur nakað av tíð gingið, áðrenn fløgan kom út. Sjálvur ætlaði eg ikki, at fløgan skuldi koma út nú beint undan jólum, tá so nógv annað kemur út, men nú er eg bara ómetaliga fegin um, at sangirnir komu út og ikki bert vórðu liggjandi. Er vandi ikki fyri, at fløgan hjá tær verður burtur millum alt hitt, sum kemur út hesa ársins tíð? - Sjálvandi er vandi fyri tí, tí tað er eitt øðiligt fløguregn yvir Føroyar í løtuni, og eg ivist ikki í, at onkur verður við sviðu soð. Men tað, sum eg higartil havi fingið at vita um søluna av nýggju Blátt-fløguni, er at hon gongur væl, og nógv eintøk verða seld. Onkur hevur tikið til, at kápan á nýggju fløguni hjá tær, er tann ljótast, sum nakrantíð er gjørd í Føroyum. Hvat sigur tú til tað? - Eg skal ikki siga, at eg haldi myndina á kápuni vera so pena, men hon er stuttlig, og hevur fleiri boðskapir. Onkur hevur eisini sagt við meg, at eg havi gjørt Føroya besta poppsang í Til allar vinir, so tað má eg bara brúka sum mótvekt í hesum førði, sigur ein flennandi Jákup Marnar Anthoniussen. Droymir um eina feita rockfløgu Jákup Marnar Anthoniussen hevur ikki gjørt nógv við at spæla til dans ella konsertir nógvu seinnu árini, og tað er heldur ikki vist, at broyting kemur í á tí økinum í nærmastu framtíð. - Eg ætli mær so ikki at fara runt landið at spæla við sangunum av nýggju Blátt-fløguni, men vit, sum fyrr mannaðu Science Fiction, eru farnir at práta um, at fara spakuliga í gongd aftur fyrst í komandi ári. - Orsøkin til, at eg spælt so lítið seinastu árini er, at allir teir, sum eg vanliga havi spælt saman við, hava verið burturi, og eg havi ikki hug bara at seta ein nýggjan bólk saman og so fara at spæla. Tí havi eg heldur valt at latið verða við at spælt yvirhøvur. - Og so eru umstøðurnar í dag eisini øðrvísi enn tær vóru fyrr. Eg eri vorðin eitt sindur eldri og havi fingið familju, so tíðin er ikki tann sama til at venja og spæla. Men um tit fara at spæla aftur, hvat fara tit so at spæla? - Tað verður uttan iva harðari tónleikur, enn tann sum eg eri kendur fyri í Blátt. Sjálvur dámar mær avbera væl harðan rock, serliga bólkar sum Rainbow og Deep Purple, og fer Science Fiction aftur á pallin, so verður tað við rocktónleiki. Hvat við at gera ein rockfløgu? - Ja, tú kanst ætla, at eg droymi um at gera ein ordiliga rockfløgu, men tað er ikki bert sum at siga tað. Tað skulu nógvir pengar til, so sjálvt um eg havi tilfarið tøkt, so kann eg ikki bara fara í gongd. - Fólk verða javnan spurd um, hvat tey høvdu gjørt, um tey vunnu eina millión, og har hevði eg ikki ivast. Eg hevði farið beina leið til USA, tikið Óla Poulsen við mær, og gjørt ein feita rockfløgu har yviri. Tað er líkasum tann stóri tónleikadreymurin hjá mær, men hann verður neyvan meiri enn tað hann er. Ein dreymur. Eyðun Nolsøe Band betri enn nakrantíð Teir hava vant nógv undan stóru konsertini í Havn leygarkvøldið, tá eisini Frændur fer at spæla Í kvøld verður rimmar konsert í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Eyðun Nolsøe fer fyri fyrstu ferð, síðani fløgan Solo kom út fyri einum mánaði síðani, at spæla live, og saman við honum fara eisini Frændur at spæla. Bólkurin hjá Eyðuni Nolsøe hevur vant dúgliga undan konsertini í kvøld, og teir ætla at vísa føroyingum, at teir hava ongantíð verið betri enn nú. Og grundarlag skuldi verið fyri einum góðum bólki, tí allir limirnir í bólkinum liva meiri ella minni av at spæla tónleik. Í Eyðun Nolsøe Band eru Rógvi á Rógvu, sum spælir trummur, Jón McBirnie spælir bass, Leivur Thomse gittar, Magnus Johannesen keyboard og Rhodes, og Eyðun Nolsøe, sum syngur og spælir kassagittar. Afturat sær hava teir nú fingið tríggjar aðrar tónleikarar. Tveir av føstu limunum í Moirae, Kim Hansen og Kaj Johannesen, fara at spæla ávíkavist klaver og slagverk, og danski saxofon-spælarin Jim Skov fer eisini at spæla saman við Eyðun Nolsøe Band. Solo heilt nógv seld Á konsertini í kvøld fer Eyðun Nolsøe at spæla allan tónleikin, sum fyri einum mánaði síðani kom út á fløguni Solo. Hendan fyrsta solofløgan hjá Eyðuni hevur selt heilt væl, og hnn telist millum tær allarmest seldu í ár. Hóast enki ítøkiligt er í tí enn, hava onkur útlendsk plátufeløg fingið eintak av Solo, sum tey ætla sær at lurta eftir og so finna út av, um hon er nakað fyri tey. Samstundis sum Eyðun Nolsøe fer á pallin við sínum egna bólki, og annars hevur givið sína fyrstu fløgu út uttan gomlu frændurnar, fara júst Frændur at spæla saman við honum í kvøld. Frændur fer at spæla á konsertini í kvøld, og tað er longu einaferð fyrr í ár staðfest, at Frændur hevur sama fólkatokka sum fyrr, tí tá teir seinast spældu í Havn, vóru væl yvir 1000 fólk á konsert. Eyðun Nolsøe fer at spæla saman við Steintór Rasmussen, Rana Nolsøe og hinum í Frændum, og allir teir góðu, gomlu Frændasangirnir verða sjálvandi at hoyra í kvøld. Konsertin verður í ítróttarhøllini á Hálsi, byrjar kl. 23.00, og atgongumerkini, sum kunnu keypast við dyrnar, kosta 100 krónur. Áhugaverd bók um ein vísan original Í bókini um Ólav úti í Stovuni av Eiði, hevur Johannes Andreas Næs sera áhugavert lýst partar úr lívinum hjá einum av teimum mongu føroyingunum, sum hóast hann bygdi - og ikki breyt - garð, avgjørt eigur at liva í søgum Ein maður, sum við guðstrúgv og sínum dugnaskapi sum arbeiðsmaður og sjómaður vann sær virðing millum dygdarfólk úti í heimi. Soleiðis lýsir høvundurin Ole Hansen, vanliga nevndur Ólavur úti í Stovuni, av Eiði, sum í seinnu helvt av seinastu øld steig út um garðarnar og vann sær stóra virðing úti í heimi. Sum sungið verður um hesi fólkini, so liva tey ei í søgum, sum teir, ið brutu garð. Tey, sum við stríði og strevi fyri dagliga breyðinum bygdu upp garðarnar, ið seinni komu at standa sum verja okkara, ið eftir komu. Tey, sum við síni mentan góvu okkum tað, okkum í dag úti í heimi dámar so væl at reypa av sum okkara sermerki. Men livdu tey bara sítt stilla lív, uttan at larma og gera um seg, so var eingin, sum legði merki til teirra, tíansheldur mintist tey, tá tey vóru farin. >>Vit eru mangan so sein at takka teimum mongu, sum undan fóru, og sum skapaðu virði og bóru tey eftir førimuni til okkara - ein av teimum mongu er Ólavur úti í Stovuni,<< sigur Johannes Andreas Næs í bókini. Hin lítillætni Tað eru teir, og her eru tað oftast menn, sum gera um seg, ið vit minnast og virða sum tjóðskaparhetjur, framstandandi vinnulívs- ella mentamenn. Ofta menn, sum høvdu ytru umstøðurnar við og ikki ímóti. Men hin vanligi føroyingurin, sum vaks upp í tí smáa og sjálvur mátti stríða seg til tað, hann nú einaferð kundi, verður gloymdur. Og tað hóast hansara verk í roynd og veru mangan eru nógv størri enn tey, hin navnframi nakrantíð hevur lagt frá hondini. Tað velst sjálvandi um eygað sum sær, og hvat mett verður at hava virði. Johannes Andreas Næs hevur í bókini um Ólav úti í Stovuni savnað nakað av tí skaldskapi, sum liggur eftir mannin. Skriv og yrkingar, sálmar, sum ikki eru kendir millum manna. Men sum kortini í fleiri førum hava verið givnir út á prenti. Sagt verður soleiðis í bókini um sálmarnar: >>Eftirtíðin fer neyvan at taka fram sálmar ella sangir hansara sum skaldsligt ella málsligt virði hjá undangongumonnunum í skaldskapi. Men kortini er ógvuliga áhugavert at lesa sálmar hansara á tátíðar dagliga talumáli í heimbygini Eiði, væl vitandi, at hesin evnaríki maðurin er sjálvlærdur og ongantíð hevur lært at skriva føroyskt.<< Men er skaldskapurin ikki tann stóri, so er maðurin so mikið størri. Hann kennir sjálvur sítt pláss, og tað er ikki so lítið. Satt at siga er hansara egna meting nakað, sum fleiri teirra, sum í dag fáast við útgávu, kundu lært bæði eitt og annað av. Tí tað eru fleiri enn ein, sum áttu at hugsa seg fleiri ferðir um, áðrenn nógv av tí, sum í dag verður givið út, yvirhøvur varð prenta. Í sínum lítillætni setti maðurin ikki egið navn á bókina, hann legði eftir seg. Tað hevði líkasum einki at siga, um hann varð navnframur her. Tað vóru onnur virði, sum taldu. >>Mit navn ej her står tegnet på, det intet har at sige. Gud, lad mit navn optegnet stå i Himmeriges rige.<< Tað var tann tíðin Ólavur úti í Stovuni vaks upp á Eiði, meðan bygdin hevði sína gulltíð, um so kann sigast. Tað mesta, vit kenna til Eiði um hesa tíðina, var, umframt, at nógvur útróður var, at har búði Látrabóndin. Tað árið, Ólavur var føddur, í 1834, sigur ein fólkateljing, at Poul Joensen, bóndin á Látrinum, var 57 ára gamal. Og júst hann er ein teirra, sum søgan fer at minnast, tí hann av sínum jarðiska veldi var nakað fram um onnur fólk. Hjá honum gisti prestur og, ikki at gloyma, krúnprinsurin. Hann varð valdur at umboða føroyingar á ferð í Hetlandi, haðani teir komu aftur millum annað við línu at loysa snørið av sum fiskireiðskap. Í aðrar mátar livdi hann soleiðis, sum nú einaferð bar til. Og so kom hann í søguna. Smádrongurin Ólavur vaks og varð maður. Og túnini á Eiði hava tókst honum ov trong, tí hann stundaði út í heimin. Í 1862, tá Ólavur var 28 ára gamal, gjørdi hann álvara av at royna seg úti í heimi. Hann fór fyrst til Danmarkar við skipi, sum ein bygdarmaður, Jóan Magnus Poulsen úr Garði, átti. Heldur ikki hesum manninum hevur søgan gjørt nevnivert burtur úr, hóast tað ikki hevur verið heilt vanligt, at føroyingar tá førdu egið skip. Missiónin Týðuligt er, at Johannes Andreas Næs í bók síni, dregur kristnitrúnna hjá Ólavi fram. Bókin, sum ber undirheitið >>ein Guðs maður,<< snýr seg mest sum bert um ta síðuna av lívi hansara, og restina av manninum síggja vit at kalla einki til. Ivaleyst er, at eisini okkurt annað hevði verið at trivið í, um ætlanin var at lýsa samlaðu lívssøguna hjá persóninum. Men at hann var maður út yvir tað vanliga, er eingin ivi um. Vit vildu í dag sagt, at hann var ein ordiligur originalur. Og her merkir originalur als einki negativt. Og býttur hevur maðurin ikki verið. At hann hevur verið álitismaður, lýsir bókin sera væl í frásøgnini um norska skipara og reiðara hansara, sum hann hevði lívslangt vinalag við. Og, sum sagt verður í bókini, halda eftirkomarar báðu megin framvegis sambandið viðlíka. Missiónsmaður var hann, Ólavur. Tað vísa yrkingar hansara týðuliga. Og ikki er langt frá hansara áskoðanum, til tað, vit, sum eina øld seinni gingu í sunnudagsskúla hjá missiónsmonnunum í bygdini, lærdu. Hann hevur at fólki, sum heldur enn at halda jólini til æru fyri føðing Kristusar, brúka tey til >>at fornoya ta syndugu natúr.<< Verðin larmar við drekka, dansi og spæli, tekur hann til. Men sjálvur metti hann seg hava síni viðurskifti í lagi, tá hann skuldi hiðani. Heilt natúrligt tóktist tað honum, at hann fór at verða saman við teimum, sum undan vóru farnir. Tað verið seg Abrahami, Mósesi ella Dávidi. Og teirra millum var Jesus miðdepilin. Har, Ólavur visti seg at fara, vóru teir longu komnir. >>O Abraham du Troens Helt! Du er jo der at finde, Du bor ej længer i et Telt Saa svagt for Vejr og Vinde. Du flyttet er til Zions Stad, Hvis Grundvold ej skal Nødes At omstødes. Jeg er saa Hjærtensglad, Vi engang der skal mødes.<< Løtt at lesa Bókin er løtt at lesa. Hon er stutt, bert 55 síður, og teksturin er ikki so tættur. Umframt eru nógvar myndir og aðrar illustratiónir, sum gera bókina áhugaverda. Stuttligt er at síggja sálmarnar, sum yrktir eru á føroyskum, prentaðar á nútíðar føroyskum skriftmáli við síðuna av tí upprunaliga, teir eru skrivaði á. Sum áður nevnt, lærdi Ólavur ongantíð at skriva føroyskt. Av teirri einfaldu orsøk, at hann bert gekk tvey ár ír skúla, og føroyskt skriftmál var ikki til. So varð skrivað, sum málið varð tosað. Og tað er sea áhugavert at lesa gamla bygdarmálið, sum tað var tosað fyri eini øld síðan. Tað eru herligar samanberingar, sum Johannes Andreas Næs hevur fingið við í bókina. Og takk skal hann hava fyri tað. Til dømis er skrivar Ólavur úti í Stovuni yvirskriftina: Sálmar á føroyskum soleiðis: >>Solmar up a førist.<< Og ein jólasálmur verður skrivaður: >>Ojn jeula Solmur.<< Vit eru norðuri á landi, har >>ei<< verður úttalað >>oy<<. Hóast tað sær løgið út, er tað kortini fløvandi, at maðurin hevur hildið seg til, væl vitandi um, at hann ikki dugdi at skriva føroyskt. Og slíkir tekstir gera, at vit kenna okkara bygdarmál aftur burtur úr øllum hesum steriliseraða, einstáttaða skriftmálinum, hóast tað er rætt. Bókin er, sum nevnt, ikki nøkur endalig ævisøga um mannin Ole Hansen, sum gjørdi egnan gravstein, hvørs plátur nú hanga í Eiðis Kirkju. Hon er meira ein lýsing av teirri kristnitrúgv, maðurin hevði. Og kortini ein lýsing av tí vanliga føroyinginum, sum søgubøkurnar missa burtur. Alt í alt ein bók, sum væl er verd at lesa. Johannes Andreas Næs hevur skrivað, og Forlagið úti í Stovuni, hevur givið út bókina: Ólavur úti í Stovuni - ein Guðs maður. Bókin er umbrotin og prentað hjá Einars Prent. Ættarmaður Ólavs, Petur Martin Petersen í Fuglafirði, hevur fingið til vega myndatilfarið, sum er nógv, í bókini. Bókin er 55 blaðsíður og kostar 80 krónur í bókabúðunum. Bo Isholm Maria Guttesen: - Eg biði altíð til Gud, áðrenn eg fari á pallin - Eg eri ótrúliga glað fyri mín kristna uppvøkstur, tí eg kenni, at eg nýti hann framvegis. Tað hevur givið mær eina fantastiska styrki hvørja ferð, eg skal inn á pallin. Eg eri ógvuliga spontan av nátúr, men eg biði til Gud, áðrenn eg skal framføra og fái eina styrki, sum ger, at eg framvegis kann vera eg sjálv, sigur 31 ára gamla songkvinnan úr Havn, Maria Guttesen Songkvinnan Maria Guttesen á konsert í Havn í november Bo Isholm Eftir ta tónleikaliga væleydnaðu, men eftir áhoyraratalinum skuffandi dupultkonsertina við Regini og Mariu Guttesen síðst í november, setti Sosialurin sær fyri at kanna, hví ikki altíð samanhangur er millum kvalitet og eftirspurning. Vit hittu Mariu Guttesen í Århus, og tá hon varð biðin um at greiða frá sínum hugsanum, mentist prátið skjótt til eina bæði opinskáraða og persónliga samrøðu um broytingarnar í tónleikalívinum, um at tora at fara um mørk, um føroysku plátuvinnuna, um ein kristan uppvøkstur í einum heimi, har tónleikurin er ein nátúrligur partur av gerandisdegnum, um tað at vera tú sjálvur og taka nakrar kjansir í lívinum, um at hugsa alternativt, um framtíðarætlanir og kærleikan til landið, tú ert ættaður frá. - Nú komu ikki nær námind so nógv fólk til konsertina, sum væntað. Hvat var galið? Ov nógv tiltøk í senn - Fyrireikararnir meintu, at tíðin var hin rætta til konsertina, men so var ikki. Eitt nú fekk eg ta fatan, teir fáu dagarnar, eg var heima, at tað í veruleikanum ikki eru so nógv fólk í Føroyum, í mun til hvat tað plagar at vera aðrar tíðir. Eftir hvat eg havi skilt, haldi eg, at tað fara fram ov nógv mentanartiltøk í senn. Tað er so tað, sum eg haldi. Eg kann ikki lata vera við at gera mínar egnu metingar. Í veruleikanum haldi eg, at tað eru ov fá fólk í Føroyum í mun til talið av tiltøkum. Tá eg var tannáringur, hendi ikki so nógv. Eg hevði stóran áhuga fyri konsertum, men tað var bara so sjáldan. Síðan er ein so stór menning farin fram, at tiltøkini í dag ov mong í tali. Fyrireikararnir fáa ótrúliga stór nøvn heim upp á ov stutta tíð, og so vita fólk ikki, hvat tey skulu gera. Tey verða ørkymlað og verða noyd at velja. Tað skilji eg eisini væl. Tí skuldu fyrireikararnir kanska skorið eitt sindur niður og práta eitt sindur saman. Eg haldi, at tað átto at borið til at funnið útav, hvat hendir í einum so lítlum samfelag. Men í mun til okkara tónleikastíl hevur tað verið bæði rørandi og vakurt, at so mong eldri fólk eru komin at lurta. Tað eri eg sera takksom fyri. Eg trúði, at nógv fleiri ung fólk komu at lurta, men hetta bendir á, at tað kortini eru fólk, sum hava fjølbroyttan áhuga. Fari helst aftur í Norðurlandahúsið - Er talan um eina generella áhoyrarakreppu, ella bara ein ábending um broytingar í samfelagnum, sum smitta, tá fólk fara út at lurta eftir tónleiki? - Eg veit ikki, um tað er staðið, sum ger tað. Eg eri von at halda konsert í Norðurlandahúsinum og plagi at hava útselt til tvey kvøld, tá eg eri heima. Síðstu ferð hildu fólk, at mín tónleikur var vorðin meira og meira uppi í tíðini, so hví ikki royna ítróttarhøllina? Eg lurtaði, hvat fólk hildu, og tí royndi eg hetta. Men tað bar ikki til, og tí er tað ikki óhugsandi, at eg aftur fari í Norðurlandahúsið, um tað er tað, sum fær fólkið at koma. Tað kann hava nakað við tað at gera, at summi fólk eru von við at koma í Norðurlandahúsið, meðan onnur fara í Ítróttarhøllina. Tað er jú ikki so nógva staðni, tað ber til at hoyra tónleik í Føroyum. - Hvussu er tað sum føroyingur at búgva í Danmark og koma heimaftur av og á? - Eg havi búð í Danmark í 11 ár og havi vitjað í Føroyum javnan síðani. Í 1991 hevði eg mína fyrstu konsert, eftir at eg varð flutt niður, og hon var sera væl eydnað. Síðani hevur eisini borið sera væl til við konsertum, og tí hevur tað givið mær sera nógv at koma aftur. Eg havi altíð verið spent upp á at vísa, hvat eg nú havi gjørt og roynt at víst fram ymiskt av hesum hvørja ferð. Tað er stuttligt at spæla í sínum egna landi - har tú ert vaksin upp - at koma aftur, og at tað er væleydnað. Tað hevur glett meg ógvuliga nógv, at fólk hava tikið so væl ímóti mær, og tað hevur gjørt, at eg havi tímað at komið upp til Føroyar. Tað er jú ein long ferð við nógvum fyrireikingum, m. a. tí tú ikki kennur ljóðfólkini o. s. fr. Arbeitt verður í einum øðrum tempo, enn eg eri von við í Danmark, so tað kann bæði verða trupult, men eisini spennandi. So vónandi loysast trupulleikarnir á tann hátt, at eg kann fara uppaftur til Føroyar. Tónleikararnir í mínum orkestri søgdu: >>Der skal vi altså op igen og have en endnu bedre oplevelse af publikum og så finde et bedre tidspunkt og på forhånd vide, at tingene er i orden<<. Vit hava lært nógv av hesum, tað er heilt víst. Við hvørt ert tú noyddur at fara um mørk - Hvat heldur tú um føroyska tónleikalívið eftir at hava verið úti í >>stóru verð<>Flong Føroyum!<<, >>Tveit teg út í okkurt nýtt. Tað er synd ikki at menna seg. Tú ert eitt lítið land, men í mun til fólkatalið hevur tú so ótrúliga nógv listarfólk. Tað er ein sensatión! So út við tí - eisini út um Føroyar. Fólk hava tíð at fyrireika seg har uppi millum tráu fjøllini! Eg gráti, hvørja ferð, eg lendi í Føroyum. Tað er so fantastiskt, tá fjøllini heilsa tær vælkomnum heim. Eg eri stolt av at vera føroyingur. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Bilar frá AUTO hava flutt havnarfólk í 45 ár Hósdagin 18. desember fylti hýruvognsstøðin AUTO í Havn 45 ár. Umframt at flyta fólk í Havn, stóð bilstøðin AUTO eisini fyri skipaðum fólkaflutningi úr Havn og norður til Eiðis - áðrenn koyrandi var eftir Oyggjarvegnum Bilstøðin AUTO í fimtiárunum Hósdagin 18. desember fylti hýruvognstøðin AUTO í Havn 45 ár - støðin varð stovnað 18. desember í 1952, og vóru stigtakararnir Eigil Gunnarsson, Keysten Andreassen og Jóhannus Berg. Eins og samfelagið er nógv broytt hesi 45 árini, so eru rættuliga stórar broytingar farnar fram innan samferðslu - og ferðslu sum heild. Tá í tíðini vóru ikki nógvir bilar í landinum, og bera vit saman við støðuna í dag, so vóru so gott sum allir bilarnir tá í tíðini arbeiðsbilar av onkrum slag: Vørubilar, lastbilar, hýruvognar og nakrir fáir privatbilar. Tað var ikki vanligt at keypa nýggjan privatbil - og vóru tí teir flestu keyptir brúktir. Valutaloyvini tikin av Undir seinna heimsbardaga sigldu føroysk skip til Bretlans, og har vórðu nógvar vørur keyptar - eisini brúktir bilar. Tær nýttist valutaloyvi, skuldu tú ogna tær ein nýggjan bil, og tað var ikki bara sum at siga tað. Tí keyptu fólk sær ofta ein brúktan hýruvogn í staðin, síðan varð hann seldur, og søkt um valutaloyvi til at keypa ein nýggjan. Í seinna helmningi av sekstiárunum varð skipanin við valutaloyvum tikin av, og fólk fóru at keypa nýggjar privatbilar í stórum tali. Tá hendi stórbroytingar í ferðsluni. Teir stovna AUTO Tann bilastøðin, sum seinni varð til AUTO, byrjaði umleið 1950 í tí húsinum, sum er aftan fyri Sjónleikarahúsið, har Hans Johs. Clementsen hevði Fólkavognsverkstað í mong ár. William Sloan (yngri) átti húsið, og har hevði hann havt bilstøðina TAXA, men var givin. Hann leigaði tá stovnarunum av nýggju bilstøðini hølini og navnið TAXA. Har varð so hildið til í fleiri ár, og partafelagið varð stovnað tann 17. desember 1952 við navninum P/F AUTO A/S. Stovnararnar vóru: Jóhannes Berg, Eigil Gunnarsson, KJaysten Andreassen, Henri Svensson, Andrew Djurhuus. Aðrir partaeigarar vóru: Henry Berg, Mortan Mortensen, Jákup Berg, Jógvan Egholm (við Á), Martin Poulsen, Arne Jacobsen, Børge Andreasen, Jóhan Simonsen, Bjarni Dal Christiansen, Magnus Egholm, Martin Joensen (á Borg), Óla Kristian Jacobsen. Hesir 17 vóru teir fyrstu partaeigararnir, síðan skiftu nøkur partabrøv hendru ta fyrstu tíðina, t. d. Pauli Hansen og Jens Petur Egholm (Pedda), sum tá komu við. Eykaloyvi vórðu givin Jørgini Enghamar, Magnus Simonsen og Ansgar Jensen, sum seinni gjørdist partaeigari. Nakrir av hesum komu frá einari støð, ið varð kallað Bilstøðin í J. C. Svabosgøtu, hon varð tá niðurløgd. Stutt eftir keypti Zacharias Niclasen á Skipafelagnum ognina, og teir máttu flyta í onnur høli. Støðin flutti síðan oman í Kongagøtu 2, har leigað varð í niðaru hædd í húsunum, og matstovan hjá Effe Mohr var í erva. Zacharias Niclasen fekk seinni rætt til TAXA navnið og fór sjálvur at reka bilstøðina TAXA 1313 - í somu húsm aftan fyri Sjónleikarahúsið. Strekkini vóru ikki so long Nú varð neyðugt við nýggjum navni, og á fundi tann 20. apríl 1955 var samtykt, at navnið skuldi verða P/F AUTO A/S. Sama árið varð eitt grundøki millum Niels Finsensgøtu og Lucas Debesargøtu keypt frá Jens Paula av Reyni. Av tí at Havnará rann ígjøgnum økið, mátti ein brúgv gerast fyri at fáa innkoyring frá Niels Finsensgøtu. Støðin varð síðan bygd fyri ein part á sjálva brúnna og so yvir móti Lucas Debesargøtu. Hetta var ein snøgg støð eftir tátíðar byggisniði við avgreiðslurúmi, køki, bíðirúmi, stórari garasju við grøv í, so bilførararnir sjálvir kundu umvæl bilarnar, samstundis var olju- og bensinsøla har. Eisini vóru góðar umstøður til at vaska bilarnar. Støðin varð bygd í samstarvið við P/F Shell. Teir longstu túrarnir tá vóru til Kirkjubøar, gamla enda á Oyggjarvegnum og niðan ímóti Hvítanesi. Ein býtúrur kostaði at byrja við tríggjar krónur og umleið fýra kroynur út á Argir ella niðan í Hoydalar. Telefonboksir í býnum P/F AUTO fekk telefonnummarið 1-2-3-4, og hetta nummarið var sera hent, tí øll dugdu tað uttanat eftir stuttari tíð. Seinni fingu telefonnummurini í Havn eitt 1-tal frammanfyri, og tá varð nummarið til 1-1-2-3-4. Tá varð roynt at fáa nummarið 1-2-3-4-5, men tað bar ikki til. Enn eru helst fólk, ið minnast tær gulu telefonboksirnar hjá AUTO, sum stóðu ymsastaðni í býnum, har kundi ein bara ringja til AUTO. Vit skulu hava í huga, at tað vóru nógv, sum ikki høvdu telefon tá, so tað kom væl við hjá nógvum bert at skula fara oman á vegin at ringja eftir einum bili. Um sama mundið komu eisini telefonir í bilarnar, og var tað ein stórur lætti, tí nú slapst undan at koyra aftur á støðini millum hvønn túr. Skipað rutusamband Fyrst í sekstiárunum varð oyggjarvegurin longdur niðan í Mjørkadal og víðari niðan á Sornfelli. Úr Kollfjarðadali kom eisini vegur niðan móti Hórisgøtu, men vegirnir vóru ikki samanbundnir. Mitt í sekstiárunum varð farið undir rutukoyring norður eftir Oyggjarvegnum. Ta fyrstu tíðina varð koyrt úr Havn norður til Hórisgøtu. har mátti so skiftast í annani bil, sum stóð hinumegin. Teir, sum áttu AUTO, stovnaðu tá P/F Oyggjarutuan, sum røkti rutuna heilt noðrur til Eiðis. Eisini høvdu teir ein bát, sum sigldi millum Hvalvík og Oyri við ferðafólki. Ein sendari varð settur upp ovast á Sornfelli, sum gjørdi tað møguligt at røkja hesa rutuna betur. Bilstøðin Bil røkti rutusambandmið til Vágarnar samstundis. Alt hetta er nú søga - og Bygdaleiðir røkja nú alla slíka rutu. Mangt umbroytist. Tá Havnará skuldi leggjast undir heilt, og Niels Finsensgøta breiðkast, mátti tann parturin av AUTO, sum stóð á ánni, takast niður, og eftir ein umbygging kundi flytast inn aftur í eina støð, sum ikki var so sermerkt, sum tann gamla, sum sæst á myndini omanfyri. Tað fyrstu tíðina koyrdu umleið 10 bilar frá støðini, og tá tað var upp á tað mesta, vóru út ímóti 50 bilar, sum hoyrdu til støðina. Stjóri í P/F AUTO í dag er Høgni Simonsen. Kelda: Tíðindaskrivið Ellisakfør, Magnus Gunnarsson Heiðraður fyri at hava koyrt 500.000 km Høgni Simonsen, bilførari í Havn fekk herfyri heiðursskjal frá Mercedez verksmiðjuni, tí hann við Mercedez hýruvogni sínum hevur koyrt fleiri enn 500.000 km Ivan Johansen handar Høgna Simonsen heiðursbrævið frá Mercedez - Tað skal eingin ivi vera um, at hetta er besti bilur eg nakrantíð havi havt, sigur Høgni Simonsen, sum nú um dagarnar varð heiðraður við skjali frá Mercedez-verksmiðjuni fyri at hava koyrt 500.000 km við sama bili, sama motori og sama gearkassa. Ivan Johansen, bilasølumaður sigur, at Mercedez verksmiðjan leggur sera stóran dent á, at bilarnir, ið teir gera, eru so góðir, sum yvirhøvur til ber. - Tí hava teir eisini so stóran áhuga at frætta, hvørja ferð bilur rundar eitthvørt stórt tal, so sum teir 500.000 km sum bilurin hjá Høgna Simonsen hevur rundað. Høgni Simonsen hevur koyrt hýruvogn í Havn tey seinastu 24 árini út í eitt. Hann sigur, at hetta er fyrsti Mercedez, hann hevur havt, men at hetta er tann bilurin, sum hevur roynst best. Bilurin verður í apríl 11 ára gamal, og so leingi hevur Høgni Simonsen ongantíð áður havt nakran bil. Í 50'unum og 60'unum koyrdi Høgni Simonsen eisini í fleiri skiftum hýruvogn í Havn, men tá vóru viðurskiftini nógv øðrvísi. Tá vóru ikki so langir avstandi og tá vóru heldur ikki so nógvir privatbilar. Men tað var ikki fyrr enn fyrrapartin í 70'unum, at Høgni Simonsen burtur av fór at koyra taxa, og tað hevur sína orsøk, sigur hann. - Tú skalt vera eitt sindur gamal fyri at koyra taxa, tað er ikki nakað fyri ungar menn, heldur hann. Í dag eru umleið 50 hýruvognar í Havn, og tað er ójavnt, hvussu nógv er at gera. - Tað má vera eitt ávíst tal av bilum, fyri at røkja koyringina, sigur Høgni Simonsen, tí fólk vilja ikki bíða ov leingi eftir bili. Mesta koyringin er tó fríggjakvøld og leygarkvøld um 7-8 tíðina og so aftur seinni á kvøldið og um náttina. Vanligar nætur eru tveir bilar á vakt. Høgni Simonsen koyri fyri bilstøðina AUTO, sum hósdagin fylti 45 ár Vit eiga ikki at sita og bøla yvir størvunum - Tað er ikki rætt, at tey ungu skulu sita virkisfús og bíða eftir at sleppa til verka, sigur Ívar Iversen, sum 1. mars fer frá sum útvarpsmaður. Hann heldur tað tó ikki vera lætt at gevast Ívaer Iversen fer frá sum útvarpsmaður 1. mars. Hann hevur starvast 37 ár í útvarpinum 67 er tað magiska talið hjá fólki í almennum starvi, tí tá noyðast tey at fara úr sínum fasta starvi. Nú ein dagin fylti útvarpsmaðurin Ívar Iversen 67 ár, og tí eru hansara dagar sum fastur starvsmaður í Útvarpi Føroya nú taldir. Røddin hjá Ívari hevur verið at hoyrt í útvarpinum síðan 1960. Ívar lærdi til telegrafist í Keypmannahan, og sigldi fyrst við einum donskum farmaskipi. Í 1955 kom Fiskanes, sum var flaggskip Føroya tá. Fiskans søkti eftir telegrafisti, Ívar søkti, og í fýra ár var hann við Fiskanesi. - Eg kom tá at kenna nógvar menn - fleiri teirra eru enn á lívi, og nógvir eru farnir. Tað er eitt tíðarskeið í mínum lívi, sum eg ikki vildi verið fyriuttan. - Eg fór av Fiskanesi, tí eg hevði so stóran áhuga fyri tónleiki, og eg fór so til Noregs og til Danmarkar, har eg spældi hjá ymsum oganistum og las musikkteori. Óspennandi á Loran - Men í 1959 søkti Loran-støðin á Eiði eftir telegrafisti. Eg søkti, og fekk starvið. - Ótrúligt, at eg havi fingið øll størvini, eg havi søkt. Eg veit ikki hví. - Eg fór so til Eiðis í oktober 1959. Henda umstrídda støðin skuldi vera eitt sovorðið serligt tekniskt fyribrigdi, ið kundi peila kavbátar og flogfør. Kalda kríggið var tá í hæddini. Tá eitt ára sáttmáli mín gekk út, fekk eg í boði at halda fram, men tað hevi eg ikki hug til, tí arbeiðið var so óspennadi. Tá eg hevði sagt Eiði og Loran-støðini farvæl og var á veg aftur til Kvívíkar, fór eg omborð á bátin á Oyri. Hvør sat tá har umborð? Jú, Axel Tórgarð, sum var farin frá sum útvarpsstjóri og hevði fingið embætið í Kvívík. Axel kendi eg frá tí, at hann var niðri og lærdi til prest, tí eg var sjalvur niðri í fimti-árunum. Far og hjálp Niels Juel! - Axel spurdi, hvat eg nú fór at gera. Eg segði, at eg var farin av Loran-støðini, tí arbeiðið var so óspennandi, so eg ætlaði mær út aftur at sigla, tí eg livdi so væl á sjónum. - Kanst tú ikki fara suður at hjálpa Niels Juel Arge í útvarpinum, segði Axel Tórgarð, sum visti, at eg var telegrafistur, og eisini visti hann, at eg kendi Niels Juel. Niels Juel hevi biðið Axel hjálpa sær við at finna onkran at koma i útvarpið. - Eg helt við Axel, at eg kundi fara at vita, men eg ætlaði mær út aftur at sigla. Eg dróg so á hetta, men tað var so skjótt, at Niels Juel ringdi og spurdi, um Axel ikki hevði tosað við meg. - Vælsignaður kom og hjálp mær, segði Axel. - Hetta var miðan august mánað, mitt í hoyggingartíðini, og vit høvdu nógv at hoyggja. Eg tosaði við pápa, og hann bað meg fara, tí tey vóru nóg væl mannað. Skrivaði rokningar Eg fór so í útvarpið. Tað fyrsta, eg varð settur at gera var at skriva kunngerðirnar út fyri at kunna senda tær út sum rokningar. Tað arbeiðið hevði alt ligið á láni. Eg varð settur til hetta, tí eg hevði lært at skriva á maskinu, og eg skrivaði skjótt. Kunngerðirnar kostaðu so og so nógv fyri orðið. Nakað heilt annað var, at lítið o einki kom inn aftur, tí kunngerðirnar vóru lisnar, og útvarpið kundi ikki stevna. - So bað Niels Juel meg umseta eingilskmannin. Eg dugdi hampiliga væl enskt, men eitt er at tosa túnatos við aðrar telegrafistar, annað er tað skriva, men tað gekk. Vit fingu ikki onnur útlendsk tíðindi enn tey, sum vit stjóru frá normanninum, danskaranum og eingilskmanninum. Trongligt Útvarpið hevði bara trý rúm á Brygubakka tey fyrstu árini. Eitt forkontór, eitt rúm har tað sindrið av teknikki vit høvdu var, og so eitt studio, sum vendi oman móti Vágsbotni. - Eg minnist eina ferðina, eg kom norður til Kvívíkar, at systir mín segði seg hava hoyrt í útvarpinum, at Tróndur leggja at. So væl hoyrdist inn. Tað hevði ikki gingið í dag. So søkti útvarpið eftir fólki, og eg søkti annaðhvørt teknikaraarbeiðið ella progranmmarbeiðið. Men Niels Juel helt, at eg heldur skuldi hava programmarbeiðið. Eg var til mikrofonroynd hjá útvarpsnevndini, sum var Knút Wang, Ólavur Michelsen, Jóhann Nielsen, Marius Johannesen og Georg Lindenskov Samuelsen, sum hildu meg hava hampiliga rødd, og so varð eg settur. Teknikarin Marius Rein byrjaði sama dag sum eg, 1. september 1960. Góð løn Eg fekk bræv frá landsstýrinum, undiskrivað av Petur Mor Dam, løgmanni, at eg var settur sum fastur starvsmaður. Lønin var 1050 krónur um mánaðin, og tað var ikki lítið tá. Niels Juel fekk 1250 krónur sum stjori. - Bleiv tað av fólki roknað fyri arbeiði at vera í útvarpinum? - Nú var tað so, at eg hevði verið til skips, hevði gjøt mína hertænastu, sum danir siga. Men eg minnist rinaferð, onkur hevði verið á sjúkrahúsinum og vitjað onkran, eg kendi, og teir høvdu tosað um meg og mína rødd. >>Men hvat ger hann annars?<< >>Jú, hann arbeiðir í útvarpinum.<< >>Men tað eru bara nakrir minuttir<<, helt hesin. Bara um fiskiskap Føroysku tíðinmdini tá vóru at siga, hvar føroysku skipini, sum sigldu niður við ísfiski, høvdu selt. Tað hevði stóran týdning, hvussu tað vignaðist hjá hesum skipum, og hvat tey, sum varaðu av, fóru at fáa. - Tað var óalmindiliga strævið at koma ígjøgnum at fáa hesi føroysku tíðindini. Eingin automattelefon var komin tá. Elias í Rættará sat har og ringdi til telefonstøðina í Havn og bað um samtalur til tey plássini, har hugsast kundi, at nakar fiskur var blakaður upp á land. Tað var stórarbeiði, og Elias fekk ikki altíð tíðindini fram, tí so var telefonin bundin. Tíðindini blivu long. Tey, sum vardu av, lurtaðu fegin eftir tí, og tey, sum einki høvdu við tað at gera, hildu tað vera ómetaliga keðiligt, hvat tað óivað eisini hevur verið. Elias bað altíð um tíðindasamtalur, tí tær vóru bíligari enn vanligar samtalur. Tað høvdu vit fingið ígjøgnum fyri at minka um útreiðslurnar. Eitt eljustríð Annars fekk útvarpið ongan stuðul. Útvarpið skuldi klara seg sjálvt. Men fyri at hjálpa útvarpinm eitt sindur fíggjarliga, varð loyvt útvarpinum at senda kunngerðir, men handilsligar máttu tær ikki vera. Tær kunngerðirnar áttu bløðini, og teir flestu í útvarpsnevndini, sum var politikt vald, vóru blaðstjórar og slíkir. Teir ansaðu væl eftir, at eingin politiskur flokkur fekk fyrimun, og at útvarpið ikki tók nakað frá bløðunum. Hetta var ikki til at liva við hjá útvarpinum, og til endans varð tað so galið, at tá ein kommuna í eini bygd lýsti við, at skrúvað varð fyri vatninum frá einum ávísum húsum til handilin hjá tí og tí, so bar ikki til, tí tað kundi virka sum reklama. Tað bleiv til eitt eljustríð, hvussu komast kundi burtur úr hesum. Um onkur mótmælti, beitti vit hann á Elias í Rættará, sum var eitt einastandandi menniskja og ein sterkur persónur. Hann stríddist. Tað var eingin rímiligheit í tí, men til endans varð alt slept, og tá vóru Elias og aðrir eisini nógv píndir. - Og nú ber til at lýsa við øllum. Sendu í hálvan tíma Vit vóru leingi bara fýra í útvarpinum, Niels Juel, Elias, Marius og eg, sum Mitens hevði lænt útvarpinum úr landstýrinum. Hartil er at siga, at tá var senditíðin bara hálvur tími, frá 20 miuttir yvir tólv til 10 minuttir í eitt. Tað helt Niels Juel vera ov lítið, men tað skuldi einki kosta. Útvarpið fekk onga játtan. - Eg vil siga, at útvarpið var frá byrjanini eitt býtisbarn. Tað var komið, og Mitens visti, at tá tað var komið, vildi eingin av við tað. Men pengar vórðu kortini eingir játtaðir. Døgurða afturfyri - Tú skalt minnast til, at nógv av tí, sum varð gjørt í útvarpinum, og til V4 kom, varð gjørt fyri einki. Niels Juel plagdi at løna øllum hesum fólkunum, sum arbeiddu fyri einki, við einum góðum døgurða fyri jol, ræst kjøt og súpan. Tá høvdu øll hesi menniskjuni, Oskar Hermansson, Poul Arne Joensen, Flemming Samuelsen, Olivur Næss, Taummas Napoleon Djurhus, fyri at nevna nøkur, gjørt alt hetta arbeiðið, bara tí teir hildu tað vera spennandi. Teir fingu ikki eitt lúsa oyra aftrfyri, tí einki var at gjalda við. Eitt árið helt Niels Juel tað vera nóg mikið. Hann bað meg ringja til Hafnia, og so ringdi hann til Hákun Djrhuus, sum var løgmaður, og hann ringdi eisini til Niels Winther Poulsen, sum var landsstýrismaður. Og so beyð hann øllum við til at eta ræst kjøt og súpan. Eg fór at buka nakrar turrar fiskar, spik átti eg, og tað var so mítt ískoyti. Harvið fingu hesi fólkini eina frálíka takkarløn, og tað kostaði ikki útvarpinum eitt oyra. Kravdi styrki Niels Juel var ein megnar persónur. Hann kundi vera harðligur í sínum metingum, men hevði hann ikki verið tað, gekk tað ikki. Ein veikari persónur hevði ikki klárað uppgávuna. Útvarpið kundi ikki halda fram við so lítlari manning, og so ein dag fann Niels Juel upp á ráð og ringdi til Nygaard, rektaran á studentaskúlanum, og spurdi, um har ikki var onkur dugnaligur næmingur, sum kundi hjálpa. So kom Hans Jacob Debes, sum var sera dugnaligur. Tá hann var liðugur og fór niður at lesa, ringdi Niels Juel aftur til Nygaard, og tá kom Finnbogi Isaksen, sum fór tann vegin, og Árni Absalonsen kom eisini tá. Finnbogi var væl begávaður, og hin ikki minni. Men munurin á teimum var, at Árni altíð hevði í hvussu er annað beinið á jørðini, meðan hin viðhvørt hvørki beinið nart við jørðildið. Fór skeivan veg So rann upp tann dagur, á útvarpið flutti í útvarpshúsið í Sortudíki. - Eg arbeiddi á Bryggjubakka frá 1960 til 1981, í einum umhvørvi, har vit kundu fylgja við lívinum. Tað hvarv alt, tá vit fluttu. Eg saknaði tað nógv, men tað var eisii oalmindiliga pennandi at flyta niðan í eitt nýtt hús, sum var bygt til endamálið. Niels Juel var nokkso áfallin. Hann vildi hava, at eg skuldi lesa seinastu tíðindasendingina á Bryggjubakka og ta fyrstu í nýggja úsinum, tí eg hevði verið longst. Og eg gjørdi, sum hann segði. Eg veit ikki, hvar eg treivst betur. Tey fólkinmi, eg hevði samband við har niðri, høvdu ótrúliga stóran týdning, men tá vit fóru niðan í 1981, segði Niels Juel, at nú høvdu vit ikki so nógv eftir har niðri, og hann nevndi teir Rubbek, Jóhann á Shell og Radio-Karl, sum allir vóru farnir. Eftir at hava arbeitt á Bryggjubakka í 21 ár, fór eg omaneftir tann fyrta morgunin, eg skuldi á vakt. Eg gekk og hugsaði um okkurt annað og var komin heilt oman til Katolikkakirkjuna, tá eg knappliga varnaðist, at eg av gomlum vana fór omaneftir. Omman dugdi Fólk flest hava stóra viring fyri Ívari fyri hansara hepna málburð, at duga væl at taka til. - Tey hjá okkum í Kollinum í Kvívík vandðu sær sera væl um málið, hvussu tey orðfóru seg og málbóru seg, og tað hoyrist aftur í málinum, hvssu neyvt samband vit hava havt við náttúruna. Eg haldi, at omma vandaði sær so nógv um málið og pápi við. Eg veit ikki, um míni fyrstu handrit í útvarpinum eru til enn. Tá noyddust vit at trilva okkum fram. Orðabøkur vóru ongar at halla okkum til, men onkuntíð ringdi eg og spurdi teir málkønu. Ívar er vanur við, at onnur spyrja hann til ráðs í málsligum spurningum, tí hann er so stinnur. - Eg eg fái ilt, tá onnur ikki duga og skriva skeivt. Ikki minst tá føllini eru skeiv, og tey brúka skeivar fyrisetinginar. Lært at spæla Ívar hevur altíð havt stóran áhuga fyri tónleiki. - Pápi var so nær knýttur at øllum kirkjuligum handlingum. Hann hevði harmonium, spældi klaver og spældi í kirkjuni. - Eg var sera áhugaður í spælinum, og eg var bara 12 ára gamal, tá eg byrjaði at spæla í kirkjuni í Kvívík. Eg spældi altíð, tá eg var heima, og so fann eg uppá sum nevnt at fara burtur at útbúgva meg. Men eg hevði ongantíð bindindi til at gera nakað burtur av mær. Eg lærdi meg víðari, og eg klári at spæla til eina gudstænastu, men eg havi ongantíð gjørt meg til konsertspælara. Eg spæli bæði í Kvívík, í Vesturkirkjuni onkuntíð og á Lágargarði. Fyltur 67 ár Ein dag í juli mánaði í ár fekk Ívar bræv frá landsstýrinum, sum seði hann úr starvi frá 1. mars 1998 at rokna. Hann fylti 67 14. desember. Hvussu kendist tað at áa uppsøgnina fyri aldur, tí tú hevðiorkað at hildið fram? Eg fari frá í øllum góðum, men sigi eg, at eg ikki fari at sakna arbeiðið, so sigi eg ósatt. g havi starvast her í so nógv ár, ongantíð havi eg havt farloyvi, og sjúkradagarnir hava verið fáir. Hetta arbeiðið hevur verið høvuðsinnihaldið í mínum lívi. 37 ár hava sett sína slóð eftir seg. - Eg veit ikki, hvat eg fari at gera. Ikki ber til at bruka meira tíð til jørðina, hon er bara har. - Onkur heldur tað vera nógv fyri at noyðast frá, tá man er 67. Men ert tú líka væl fyri, tá tú ert 70 ár, hvat so? Handa grundgevingin heldur ikki. Tað rætta hevði kanska verið, at sett eftirlønaraldurin niður í 60 ár, soleiðis at fleiri ung sluppu framat - Tað snýr seg um at loysa okkum úr føstum starvi, á vit koma í henda aldurin, men harfyri kunnu vit gera okkurt, so leingi sum høvdið virkar. Vit verða ikki kastað fyri bakka sum so. - Tað kann ikki vera rætt, at fólk skulu sita og bøla yvir einum starvi, til tey eru avdeyða og skulu rekast út, meðan tey ungu sita og bíða virkisfús. Tað hevði verið órímiligt, sigur Ívar. Tað kenst sum havi eg droymt - Bangladesh er eitt vakurt land, og fólkini eru blíð, men neyðin er stór, sigur Vibeke Ingvarsson, sum eitt ár hevur verið í hesum tilafturskomnaa landinum, har maður hennara arbeiddi sum verkfrøðingur Vibeke Ingvarsson við Norðskála var leiðari fyri heimahjálpina í Sundalagnum, men tá maðurin fekk arbeiði sum verkfrøðingur í Bangladesh, valdi hon at siga arbeiðið frá sær og nýta henda frálíka møguleikan at fara út í eitt heilt fremmant land. Eitt heilt ár var Vibeke í Bangladesh. Bangladesh er eitt fátækt land í Eysturasia. Fólkatalið er umleið 120 milliónir í einum landi, sum ikki er størri enn Danmark, og fólkatalið vekur við risaferð. Fátækradømið er stórt, og nógv hava ikki tak yvir høvdið. - Eg havi upplivað nógv, men nú eg eri komin heimaftur, kenst alt so óveruligt. Tað er sum nakað eg bara havi droymt. Vildi arbeiða Tá Vibeke var komin til Bangladesh, setti hon sær beinanvegin fyri, at hon vildi arbeiða, tí annars bleiv tilvera hennara ov keðilig, og hon upplivdi ikki nóg mikið. Maðurin arbeiddi eisini 10-12 tímar seks dagar um vikuna. Vibeke mátti tí finna upp á okkurt, og hon fór til eitt heim fyri lamin fólk og beyð seg fram. Her kann verða skoytt uppí, at Vibeke hevur drúgvar royndir sum heimahjálpari. Har var hon vælkomin og fekk beinanvegin arbeiði, sum var vanlig sjúkrarøkt og sosialt arbeiði á stovninum. Vibeke kundi arbeitt alla vikuna, men hon valdi sjálv bara at arbeiða tríggjar dagar um vikuna, fyri at hava betri stundir til at fara út at hyggja seg um og gera annað. Meðan hon var í Bangladesh, skrivaði hon regluliga brøv heim til børnini, skyldfólk og vinfólk, og Vibeke hevur givið Sosialinum loyvi til at endurgeva úr hesum brøvum, ið sera væl lýsa, hvat tey fingu burturúr at vera í hesum fjarskotna landinum. Vibeke hevði verið stutta tíð í Bangadesh, tá hon ein dagin fór til handils. Hon vitjaði m.a. grønmetismarkaðin. Nógvir biddarar - Í somu løtu sum bilurin rullaði inn á parkeringsplássið, varð bilurin umgirdur av biddarum, børnum, kvinnum við smábørnum á arminum, og tey vístu fram tað ringasta av øllum, ongar armar ella fingrar, kúlut fólk. Tey bidda við at rætta hendurnar fram, forma tær sum eitt ílat og lyfta tær upp móti munninum. Á, man fær ilt fyri hjarta av at síggja hesi menniskjuni í øllum teirra vesaldómi, og ikki kunna hjálpa teimum øllum somlum. Har vit búgva eru eingir biddarar, men í stórbýnum. Longur vit koma frá stórbýnum, betur klára fólk seg. Torført mál Vibeke royndi beinanvegin at fara í skúla fyri at læra málið, men tað var torført. Hon gjørdi sær so eina orðabók við teimum vanligastu orðunum, og henda bók var hent at hava, tá hon t.d. fór til handils. Sjálvt um Vibeke dugdi lítið av bengalskum, og tey vóru lítið stinn í enskum, gekk bara væl at gera seg forstáiliga. Norðurlendskur klubbi Javnan var Vibeke í norðurlendska klubbanum í stórbýnum Dhaka. Hvønn mikudag var vatn aerobic har, og ein dag um vikuna fóru allar norðurlendsku kvinnurnar útferð til Dhaka. Í klubbanum vóru alskyns ítróttartilboð, ymist fyri børn, samkomur við borðhaldi o.a. 21. september 1996: - Í morgun setti eg mær fyri at fara til eitt sjúkrahús nærindis og spyrja um arbeiði, og sum sagt so gjørt. Sjúkrahúsið er ein stovnur fyri fólk, sum hava verið fyri ferðsluólukku, eru dottn niður úr einum træ ella av taki o.a. Eg varð sera væl móttikin, og ein sjúkrahjálpari úr Írlandi vísti mær runt. Har var rúm fyri umleið 75 sjúklingum, og tað vóru bæði kvinnur, menn og børn. Alt var primitivt, men tað tóktist virka væl. Endamálið hjá teimum var at fáa hvønn einkultan aftur at kunna virka í samfelagnum við sínum breki. Kendur í Føroyum ....Meðan vit sótu har og prátaðu, koma ein maður og ein kona inn, tey vóru eisini europearar, og tá eg segði, at eg kom úr Føroyum, helt maðurin, at vit tað sama kundu tosa norðurlendskt, tí hann var norðmaður. Maðurin var Leif Eggert Ellevset, leiðari fyri norska Trygg Trafik og arbeiðir nú í Bangladesh fyri Heimsbankan. Hann kendi væl Bileftirlitið og Ráðið fyri Ferðslutrygd. Vit mugu vóna, tað eydnast teimum her at gera nakað fyri ferðslutrygdina. Vegurin, sum Eirikur arbeiðir við, verður nevndur Deyðans vegur, tí hvønn dag doyr onkur har. Vibeke og Eirikur fingu eina góða íbúð, sum Vibeke helt, at fleiri mundu øvunda teimum. Íbúðin lá beint oman til ánna, og Vibeke treivst sera væl har, tí onkursvegna minti umhvørvið hana um Sundalagið. Tey búðu í býnum Bank Town við umleið 4000 íbúgvarum. Heitt 3. oktober 1996: - Tað er framvegis ógvuliga heitt, og fólk her siga, at tað er heitari enn miðalhitin plagar at vera hesa ársins tíð. Streymurin fer ofta her, serliga tá klokkan er 18.30, og so er myrkt. - Her hava annars verið ávaringar um syklonir, heystaródnir, sum bara raka við strendurnar, men vit vita, at tær kunnu hava nógvar vanlukkur við sær. Og synd er í teimum menniskjunum, sum verða rakt. Við ódnunum fylgja eisini umfarsjúkur, sum fleiri doyggja av. Broyting er á veg í veðrinum, meira grønmeti fæst á marknaðinum, planturnar eru við at spretta, so vit ganga móti betri tíð.... Ein náttúrulýsing 19. okober 1996: - Morgunstundin er tann besta á degnum. Nú er við at gerast kaldari um morgunin, og her er eitt tám um morgunin. Men fuglarnir syngja, og sólin er við at koma høgt á himmalin, fólk fara til arbeiðis, eru úti við sínum kúm, ella tey henta plantur til matgerðina. Børnini rópa, tey ganga runt við fati á høvdinum og royna at selja fisk ella grønmeti. 25. oktober fór Vibeke aftur á sjúkrahúsið at tosa við starvsfólkini. - Í dag sá eg eina unga gentu, sum hevði roynt at taka lívið av sær við at leypa niður av einum taki. Hon var lamin niðanfyri beltið. Hon hevði ligið á sjúkrahúsi í Dhaka. Tit skuldu bara sæð liggisárini, hon var við at rotna. Sálarliga var hon eisini sjúk. Eg avtalaði at arbeiða leygardag, mánadag og týsdag. Eitt kvinnuprojekt 31. oktober 1996: - Eg fari um morgunin við bili kl. 7.45 hiðani úr Bank Town, og túrurin tekur umleið 15 minuttir til vegin oman til sentrið. - Í hesum døgum eri eg byrjað hjá kvinnunum/gentunum, og har eri eg eftir at hava reitt upp og ruddað. Tað eru 16 sengur. Allar genturnar eru onkursvegna lamnar og sita í koyristóli, ella liggja á búkinum og brúka hendurnar til at koyra á hjólini. Summar sita í koyristóli, helt niðri við gólvið. Og tað er gott, tí harvið kunnu tær gera vanligt arbeiði, tá tær venda aftur til teirra dagliga arbeiði heima, tí húsliga arbeiðið verður tað mesta gjørt á gólvinum. Tær kunnu eisini hava børnini á fanginum og seta tey á gólvið uttan stríð. Eg fari at royna at greiða frá, hvussu >>stovan<< sær út: Sengurnar eru gamlar men hava tó hjól. Nakrar sengur eru heilt niðri við gólvið, so sjúklingurin sjálvur kann fara upp og í song. Nakrar sengur eru málaðar grønar, aðrar eru av jarni. Madrassurnar eru úr kokos. Blæur hava tey ikki. Koddarnir eru vinyl, men hava tó betrekk, og yvir seg hava tey eitt lak. Nú ein dagin vóru seingjarklæðini ikki blivin turr, tí tað hevði regnað, men tey vórðu løgd á kortini. Røktarfólkini eru eitt slag av sjúkrahjálparum. Tað eru eisini sjúkrsystrar, men tær gera bara tað umsitingarliga arbeiðið. Eg arbeiði á hesi stovuni. Nakrir sjúklingar eru seingjarliggjandi og skulu hjálpast við øllum. Alt tykist virka væl. Reinførið man vera so sum so, men tað mugu vit venja okkum við, at alt ikki er sum í Danmark ella í Føroyum, og tað kann vera gott fyri tað. Vánaligur skúli Skúlin á sentrinum er fyri øll, men hann riggar ikki serliga væl. Nøkur av børnunum hava ongantíð áður verið í skúla, sjálvt um tey eru 16 ára gomul, so tað er ikki nøkur løtt uppgáva at vera lærari. Lærarin er ein sjúklingur, sum dugir at lesa og skriva. Fyri tíðina eru her tríggjar møður við smábørnum. Tær hava eina stovu fyri seg og passa sjálvar børnini. Børnini skulu hava venjingar. Tey eru øll menningartarna og brekað. .... Ein av uppgávum mínum er at vera um gentuna Lovely, sum er 10 ára gomul. Hon er dottin niður av 4. hædd og er lamin frá hálsinum og niður. Hon fær tosað, fær flutt høvdið, og navnið hóskar væl til hennara. Hon hevur lært at mála við munninum og ger nakrar deiligar tekningar - summar teirra eru gjørdar til postkort. Nógv dálking Í fleiri av brøvnunum gremur Vibeke seg um dálkingina allastaðni. Osandi skorsteinar, órudd og ring luft. - Eg las í bløðunum nú ein dagin, at Dhaka er tann býurin í verðini við ringastu luftdálking. Dhaka lá ikki langt fá, har tey búðu. - Hetta høvdu tit skilt betur, høvdu tit upplivað ferðsluna. Tað er ógjørligt at greiða frá! Tað skal upplivast! Millónbýurin Dhaka er ein skitin býurin við nógvum gangi. Sum útlendingar verða vit jagstrað av biddarum, og tað er óbehagiligt, tí man følir við hesum menniskjum. So er betur at vera í Bank Town, tí her fáa vit hóast alt loyvi til at vera í friði, og her er so hugnaligt, við ánni, trøum og blómum, kúm og geitum. Hvønn morgun síggi eg av altanini fiskararnar, sum reinsa síni gørn, kvinnur sum savna saman bløð, og børnini selja grønmeti. Ein kona kom nakrar ferðir um vikuna heim til Vibeke og Eirik at gera reint. Vibeke slapp harvið frá tí partinum av húsliga arbeiðinum, og hin sum var fátøk, tryggjaði sær inntøku. Í summar komu Vibeke og Eirikur heim aftur, og tey hava ongar ætlanir um at fara avstað aftur til Bangladesh. - Tað er eitt vakurt land, fólkini eru blíð, men neyðin er stór. Eg eri fegin um, at eg fekk møguleikan at síggja og upplivað Bangladesh, sigur Vibeke. Dagny Joensen ­ Tað nervar ikki meg at sita einsamallur á jólum Hann leggur einki í jólafjasið, sum hann tekur til. Tá fyrst sonurin og seinni konan doyðu, so helt hann ikki, at tað var so nógv at halda jól fyri. Harfyri situr hann ikki og kúrir. Hann er glaðlyntur og dugir at virðismeta tað góða í tilveruni Petur Michelsen Dagny Joensen Jens Kr. Vang Tað eru minni enn so øll, sum hava onkran at fara til á jólum, ella sum hava familju ella vinir at halda jól saman við. Oftani eru tað fólk, ið eru komin so væl til árs, at hjúnarfelagi og vinfólk annars, eru farin. Nógv kenna seg einsamøll, serliga á jólum. Hetta er allarmest av øllum familjuhátíð, tá fólk geva sær stundir til nærri samveru enn í vanliga gerandisdegnum. Ein teirra, sum situr einsamallur, eftir at bæði konan og sonurin eru farin, er Petur Michelsen í Havn. Hóast hann gjørdist lamin fyri góðum fimm árum síðan, og ikki hevur verið uttan fyri dyr í eitt ár, kennir hann seg ikki einsamallan. Hann stúrir ikki fyri jólunum, og er fegin um hvønn dag hann kemur fram. Tað kemur ikki fyri, at hann keðir seg. Í hugnaligu stovuni eru eingi tekin um, at jólini nærkast í stórum. Øll eru farin - Tá fyrst sonurin og seinni konan doyðu, so var ikki so nógv at halda jól fyri, sigur Petur Michelsen. Hann skundar sær at leggja aftrat, at hann er takksamur fyri, at hann sálarliga altíð hevur verið væl fyri. Tað krevst, tá øll hini eru farin og tú situr einsamallur eftir, sigur Petur. ­ Skalt tú eisini sita einsamallur jólaaftan? ­ Eg havi sitið einsamallur á jólum seinastu 10 árini, so tað er einki nýtt fyri meg, sigur Petur Michelsen. ­ Ein beiggi, sum er 79 og 81 ára gamla systir mín búgva eisini í Havn, men eg vil vera heima á jólum, sigur Petur Michelsen. Beiggin vitjar Petur at kalla hvønn dag, men systirin er vorðin sjúk, tó at hon vitjar av og á. ­ Annars áttu vit son, men hann doyði fyri 22 árum síðan, bert 29 ára gamal. Kennir ikki til einsemi ­ Tað bilar ikki, um eg siti einsamallur, tí eg kenni meg ikki einsamallan kortini. ­ Av og á kemur ein vitjanarvinkona til mín, og tað er ógvuliga stuttligt, umframt at heimahjálpirnar koma inn á gólvið tvær ferðir um dagin. - Nei, eg havi als onga neyð, sigur Petur Michelsen brosandi og peikar á sjónvarpið, sum júst endursendir finaluna frá HM í kvinnuhondbólti á einari týskari sendirás. Hann er sera fegin um at hava sjónvarpið og tá parabolirnar komu, fekk hann sær eina beinanvegin. Tað gevur atgongd til einar 40 ymsar rásir. ­ Sjónvarpið er hugaligt at hava, og føroysku og donsku bløðini við. Eg lesi hvønn bókstav. Serliga væl dámar honum ítróttarsendingar náttúru- og djórasendingar, sendingar um matgerð á BBC o.s.fr.. - Oftani noyðist eg at matgera áðrenn tær góðu sendingarnar koma, sigur Poul Michelsen. Spurdur, um hann sjálvur kókar døgurða o.a., sigur Petur Mchelsen, at honum dámar ikki so væl kjøt, og at hann tí ikki vil hava mat aðrastaðni frá. Tað sakar ikki, tí Peturi dámar væl at matgera. Ger sjálvur jóladøgurðan - Hvat skal tú hava til døgurða jólaaftan? - Eg havi ikki hugsað um tað enn, men eg eigi tartelettir og okkurt fyll at koyra í, so tað verður helst tað - og so onkran fiskarætt, sum eg fari at fáa mær jólaftan. Gerandisdagurin er skrásettur hjá Paturi Michelsen. Hann fer upp um kl. seks-sjey á morgni, fær sær morgundrekka og roksar uppi - sum hann tekur til - eina løtu. So leggur hann seg aftur til heimahjálpin kemur kl. 8.30. Tá fer hann upp aftur og situr uppi til umleið kl. 22 á kvøldi. Hann er sera fegin um at heimahjálpirnar koma til hansara, er nøgdur og hevur einki at finnast at. Petur Michelsen heldur fyri, at hann oftani tekur seg í at sita í skellilátri, tá hann lesir bløðini ella situr framman fyri sjónvarpinum. Hann skilir ikki hesi fólkini, sum halda alt vera so torført og sum stúra fyri øllum. - Tað ræður um at síggja tað stuttliga í øllum, so er tað ikki torført at sita einsamallur. Skrivað jólakort og fingið gávur Seinastu tíðina hevur hann skrivað jólakort og sent jólapakkar til eitt systkinabarn og eina tantu í Danmark. Tantan er yngri enn Petur, og hon hevur vitjað hann tvær ferðir , og jú - hann hevur eisini fingið jólagávur, sum verða pakkaðrar upp jólaaftan. Hann er einki fyri hesum jólafjasinum, og vil ikki hava jólatræ ella annað jólaprýði í stovu síni. ­ Jólahátíðin er fyri mær eins og allir aðrir dagar, sigur Petur Michelsen. Saknar vinmannin ­ Hvussu er at gerast gamal í Føroyum? ­ Tað haldi eg vera sera gott, og eg havi einki at finnast at. Havi sjálvur bygt mær hesi húsini, sum eg nú havi selt einum svágri, og havi fingið leiguíbúð á ovaru hædd her. ­ Torførast er, at eg sakni vinirnir, sum nú allir eru farnir. Serliga sakni eg Chr. Restorff, mín góða vin. Vit vóru so væl, og tosaðu saman í telefon hvønn dag. Vit høvdu nógv felags, og kundu tosa um alt, sigur Petur Michesen, sum í síni starvstíð frá 1938 - 1968 var byggimeistari og entreprenørur, og m.a. bygdi Hotel Hafnia, eins og at kalla flestu stovnsbygningar í Havn, umframt hópin av sethúsum. Hann bygdi m.a. øll raðhúsini í J. Patrusonargøtu, har hann eisini býr í dag. - Eg hevði ógvuliga nógv at gera, og tá arbeiðið var av tí mesta, hevði eg 90 mans í arbeiði. Petur Michelsen er fráhaldsmaður og hann stjórnaði fráhaldsblaðnum Dúgvuni, sum kom út fyrstu ferð í 1942. Hann hevur eisini týtt og yrkt nógvar sangir, m.a. yrkti hann ^3Føroyar tá sólin í tindrandi megi3. - Tað er hugaligt at líta aftur um bak, til tíðina tá eg var virkin í samfelagnum. - Eg havi mangan hugsað um tað,tá eg hoyri nøvnini á teimum, sum skipa fyri í dag. Hjá mær hava bæði professarar, læknar og studentalærarar arbeitt. Teir plagdu at koma heim um summarið, at vinna sær nøkur oyru í summarfrítíðini, sigur Petur Michelsen. Ósemjurnar eru ov nógvar ­ Støðan er ikki góð. Tað merkist at val verður um ikki so langa tíð, sigur Lisbeth L. Petersen, sum eisini heldur, at stundin ikki er til tær stóru íløgurnar. Heldur átti at verið umhugsað at minka um skuldina, sigur tingkvinnan Líkt er til, at samgongan hongur saman við vónini um at byggja Vágatunnilin, ið var orsøkin til at Sámal Petur í Grund, varð koyrdur frá sum landsstýrismaður. Tað heldur Lisbeth L. Petersen er skeivt. Sámal Petur í Grund var koyrdur frá orsakað av háttinum, sum hann arbeiddi við málinum. - Í fyrstuni skuldi tunnilin ikki kosta landinumeitt oyrað, men tað trúði eg ongantíð. Hvussu kann eitt partafelag skaffa fígging til so stóra verkætlan? spyr tingkvinnan, og leggur aftrat, at tað kortini verður landið, sum skal gjalda. Hon hevur einki ímóti Vágatunnlinum, men hon heldur samstundis, at tíðin er ikki til so stóra íløgu júst nú. Tað er hetta, sum hevur fingið Mariu Hansen, Jákup Joensen og Lisbeth L. Petersen í Sambandsflokkinum, at mótmæla uppskotinum um at seta pening í grunn.Tey mótmæla orðingina í uppskotinum, sum sigur "fast samband um Vestmannasund^3. - Vit eru samd um, at okkurt má gerast við sambandið um Vestmannasund, men ikki, at tað skal vera ein tunnil. Vit hava tí boðað frá, at vit ikki atkvøða fyri hesum uppskotinum, sigur Lisbeth L. Petersen. - Er tað rætt, aftur at seta pening í grunnar? ­ Eg havi, sum so, einki ímóti at seta pening í grunn, fyri at spara saman til eina íløgu. Vit fara at leggja annað uppskot fram við 2. viðgerð av málinum. Tí vil eg ikki siga meir um hetta nú, sigur tingkvinnan. - Hvussu er poltiiska støðan, sæð frá tínum sjónarhorni? - Hon er ikki góð, og alt ov nógvar ósemjur eru. Tað merkist, at val stendur fyri durum. - Eg haldi tað vera meira umráðandi at umhugsa at gjalda skuld niður, heldur enn at gera stórar íløgur. Nøkur øki á fíggjarlógini eru so nógv skorin niður, at tað er ein spurningur, um tað ber til. - Her hugsi eg serliga um sjúkrahúsverkið, sum er ringa samvitskan hjá flest øllum politikarunum. Tað er tí hugaligt, at Kristian Magnussen, landsstýrismaður, nú er biðin um at sundurgreina allar játtanir til sjúkhúsverkið, so vit fáa neyvari yvirlit yvir, hvat peningurin verður brúktur til. Tá verður lættari hjá okkum politikararum at taka støðu til, um tað er rætt, sum vit gera. - Jú, støðan er ógvuliga ótrygg. Tíverri søgdu vit fyri trimum árum síðan, at lærdu vit ikki at spara í kreppuárunum, so lærdu vit tað ongantíð. Nú virkar tað, sum hava øll gloymt tað, sigur Lisbeth L. Petersen. Hon sat í býráðnum í Havn í 12 ár. Fyrstu fýra árini streymaði peningurin inn, men tey næst árini sóu tey í Býráðnum, at hetta var galið, og fóru undir at tátta í. Tað var áðrenn Landsstýrið varnaðist trupulleikarnar. - Landsstýrið hevði at okkum í Býráðnum, tí vit spardu ov nógv. Tá vóru fólk ikki sinnað at fremja sparingar. - Seinni,tá støðan gjørdist enn verri, komu somu fólk til okkara við atfinningum um, hví vit ikki høvdu spart meir, sigur Lisbeth L. Petersen, og vísir við hesum á, hvussu torført tað er at arbeiða, tá fólk leggja trýst á politikararnar. - Áður hevur verið spurningur um trýst frá áhugabólkum, men nú er trýstið innanhýsis í Sambandsflokkinum? - Hetta stavar helst eisini frá at val verður skjótt, og at politikarar serliga hugsa um lokalmál. - Vit, sum sita í tinginum fyri Suðurstreym, fáa altíð at vita, at høvuðsstaðarøkið altíð fær sítt. Tí hava vit sitið og tagt, fyri ikki at øsa hinar upp. - Eg ætli mær ikki frameftir at arbeiða móti mínum øki. Eg varð vald her í Suðurstreymi, og eg orki ikki longur at tiga. - Nú í seinastuni er ágangurin vorðin so stórur, at eg, ið hvussu so er, ætli mær at tosa fyri mínum lokaløki. - Tað verður altíð sagt, at Havnin fær alt, men soleiðis kenna vit tað ikki. Nú er tað soleiðis, at ikki bert havnarfólk búgva í Havn. Tað sæst einamest av bilarøðunum inn í Havnina, tá fólk fara til arbeiðis um morgunin. Men um høvuðsstaðarøkið verður væl skipað, so fáa øll eisini ágóðan av tí, sigur Lisbeth L. Petersen. Spurd, nær hon væntar val, sigur Lisbeth L. Petersen, at tað helst verður í vár. Færøsagen<< nøkur sjónarmið Høgni Hoydal og fleiri í Sjónvarpi Føroya hava gjørt nakrar sendingar um >>Føroyamálið<<, sum vit kanska kunnu nevna tað. Høgni Hoydal og fleiri í Sjónvarpi Føroya hava gjørt nakrar sendingar um >>Føroyamálið<<, sum vit kanska kunnu nevna tað. Fyrst eina tøkk til tykkum, sum hava prioriterað soleiðis og sum í verki hava gjørt sendingarnar. Sjálvur gjørdist eg ikki sørt ávirkaður av serliga teirri seinastu sendingini tann 16. desember. Partar av hesi ávirkan hevur almennan áhuga og vil eg tí festa nøkur sjónarmið/spurningar á blað. 1.Vilja vit yvirhøvur liva í einum samfelag, hvørs stjórn arbeiðir, sum tann danska hevur gjørt? 2.Hvussu við teim málum, har donsk >>eksperthjælp<< hevur verið kjarnin í ráðgevingini? 3.Hvussu við okkara egnu, sum hava havt ein medvirkandi leiklut í Føroyamálinum? Tað er við vilja, at eg geri hesar viðmerkingar áðrenn sjálv bankakanningin er almannakunngjørd, tí bankakanningin er gjørd av eini danskari kanningarnevnd, hvørs limir - hóast rímiliga habilir - sjálvir kunnu fáa trupulleikar, um teir eru ov atfinningarsamir mótvegis donsku stjórnini og Den Danske Bank. Tað skal eisini verða løgið, um kanningarnevndin ikki leggur eina ábyrgd á føroysku umsitingina við setningum sum t.d. >>... vidste eller burde på baggrund af deres embede vide at ...<<. Slíkt kann ørkymla teir spurningar, sum eg niðanfyri viðgeri og sum eru lýstir ríkiliga væl í SVF sendingunum. Ad. 1.Vilja vit yvirhøvur liva í einum samfelag, hvørs stjórn arbeiðir, sum tann danska hevur gjørt? Spurningurin er menniskjaligur. Kunnu vit liva við, at okkara >>demokrati<< í ein slíkan mun verður misrøkt? Talan er jú ikki um valdsmisnýtslu í gerandistýdninginum í einum demokratiskum samfelag. Talan er um valdsmisnýtslu á sama stigi, sum vit kenna tað í samfeløgum, sum vit hava lítlan hug at samanbera okkum við. Eg meti, at hesin spurningurin er ein spurningur til Drotningina, sum uttan iva hevur onkran máta at seta sín dám á málið til frama fyri teirri felags uppgávu, sum tað er at halda okkum til sømiliga atferð. Av teimum trimum spurningunum meti eg hendan vera mest álvarsligan. Ad. 2. Hvussu við teim málum, har donsk >>eksperthjælp<< hevur verið kjarnin í ráðgevingini? Málini, talan er um, eru fyrst og fremst oljumálið og bygnaðurin í landsumsitingini. Harnæst er talan um Framtaksgrunnin og Fíggingargrunnin frá 1992, sum enn eru mannaðir við donskum nevndarlimum. Leikluturin hjá hesum seinnu er tó so lítil nú, at ongin orsøk er til at brúka tíð og kreftir uppá tað. Okkum nýtist ikki at mála hin versta á veggin. Okkum nýtist heldur ikki at ákæra nakran. Okkum nýtist heldur ikki at tengja oljumálið og málið um bygnaðin í landsumsitingini saman. Men vit hava ábyrgd av okkara egna landi! Vit hava ábyrgd av oljumálinum. Soleiðis sum danska embætisverkið hevur roynt styrkina hjá føroyska embætisverkinum, so er tað ábyrgdarleyst ikki at síggja tann møguleikan, at Føroyabólkurin hevur sett Trojanskar hestar í onnur mál enn bankamálið. Tað er ábyrgdarleyst ikki at síggja tann møguleikan, at Føroyabólkurin hevur sett ein Trojanskan hest til at skipa umsitingina í Tinganesi soleiðis, at hon við garanti ikki virkar, meðan tær týdningarmiklu avgerðirnar verða tiknar í oljumálinum (t.e. tey næstu 3-5 árini). Tað er ábyrgdarleyst ikki at síggja tann møguleikan, at Føroyabólkurin hevur sett ein Trojanskan hest í oljuráðleggingarnevndina til tess at tryggja lógargrundarlag fyri donsku áhugamálunum á oljuøkinum. Spurningurin er ikki, um tað er so ella ikki. Spurningurin er, um tað var rættast at taka alt oljumálið og alt bygnaðarmálið upp aftur við reint føroyskum kreftum? Sí eisini pkt. 3. Ad 3. Hvussu við okkara egnu, sum hava havt ein medvirkandi leiklut í Føroyamálinum? Her hugsi eg sjálvsagt serliga um tey, sum høvdu og hava ábyrgdina av ráðgevingini til føroysku politikararnar. Men eg hugsi eisini um tey, sum fyri egnan vinning hava verið við í teim loysnum, sum danska embætisverkið hevur fyriskipað. Tað hevur ikki verið siðvenja í Føroyum at útihýsa fólki, sum er komið sær uppí okkurt, sum tey helst ikki rættuliga sóu fylgjurnar av. Hesa siðvenju havi eg lítlan hug til at broyta. Hinvegin eri eg ikki serliga tryggur um so er at tey, sum veita okkara fólkavaldu ráð, ikki hava skil á sínum nervum undir truplum viðurskiftum. Eg kenni meg heldur ikki serliga tryggan um so er at ein týðandi partur av teimum, sum taka avgerðir, eru sett við eini høvuðskvalifikatión í huga: at vera hentir idiotar. Men hesin spurningurin er so eymur, so viðkvæmur og tíbetur so óføroyskur, at sjálvt tað, at eg seti hann, gevur helst mongum tronga í bróstið. Nú er spurningurin so settur! Gleðilig jól! Skiftast um donsku jólaguðstænastuna Danska jólaguðstænastan, sum vanliga hevur verið hildin í Havnar Kirkju, verður í ár í Vesturkirkjuni Danska jólaaftansguðstænastan, sum vanliga hevur verið Í Havnar Kirkju, verður í ár í Vesturkirkjuni. Bergur Debes Joensen fer at prædika. Tað er soleiðis, sigur Kjartan Mørkøre, sóknarprestur, at avrátt er millum báðar kirkjurnar, at skiftast um tær ymsu guðstænasturnar um jóla- og nýggjárshalguna. Í nøkur ár hevur verið skiftst um guðstænastuna nýggjársaftan og trettandakvøldsguðstænastuna. Og nú kemur so danska jólaaftansguðstænastan uppí. Annars verða guðstænasturnar sum vanligt klokkan 16 í Vesturkirkjuni og á Argjum, har ávikavist Kjartan Mørkøre og Høgni Poulsen fara at prædika. Jóladag fer GHM at spæla í Vesturkirkjuni og Havnar Hornorkestur fer at spæla í Havnar Kirkju, sum vanligt hevur verið í mong Harrans ár.Nýggjársguðstænastan verður í ár í Vesturkirkjuni klokkan 23.30, har Kjartan Mørkøre, prestur, fer at prædika, og trettandakvøld verður guðstænastan í Havnar Kirkju. Jólaaftan verða tvær føroyskar guðstænastur í Havnar Kirkju. Klokkan 15 við Bjarna Bæk, dómprósti, og klokkan 17 við Sonju Klein, sóknarpresti. Jóladag klokkan 11 verður guðstænasta við Bjarna Bæk, og klokkan 18 jólakvøld prædikar Sverri Steinhólm, prestur, í Havnar Kirkju. Annan jóladag klokkan 11 fer Hans Jacob Joensen, biskuppur, at prædika í Havnar Kirkju. Um donsku jólaguðstænastuna sigur Kjartan Mørkøre, sóknarprestur í Vesturkirkjuni, at ynskiligt hevði verið, um danir í Føroyum tóku seg saman í ein áhugabólk, sum so kundi skipað fyri hesi guðstænastuni. Til hevði so borið at fingið ein prest at hildið prædikuna, meðan fólk sjálvi hjálptu til undir guðstænastuni. Annars eru tað ikki bara danir, sum koma til donsku guðstænastuna. Eisini eldri føroyingar kenna ein hugna í at sleppa at syngja gomlu, donsku jólasálmarnar, fleiri teirra kenna frá barnaárum. Skattatvætl Formaðurin í Reiðarafelagnum, Jákup Sólstein, sigur, at grundgevingin hjá (Annfinn Gabb og Óla Jabb) um skattalætta til sjómenn onki hevur við veruleikan at gera Hví gav løgmaður Olafsson "sekkin"! MERKILIGA lítið er komið fram um orsøkina til, hví løgmaður tók Árna Olafsson úr Oljuráðleggingarnevndini. Almenna frágreiðing løgmans er tann, at hann prioriterar marknamálið so høgt, at leiðarin har skal hava hetta sum starv burturav. TEY flestu fólk, sum Sosialurin hevur tosað við, harav mong hava havt tætt samstarv við Árna Olafsson, vilja ikki úttala seg alment, men tað gongur aftur sum ein reyður tráður, at avgerðin hjá løgmanni kom sum snarljós av himni. Eingin - neyvan heldur næstu medarbeiðarar løgmans, vóru kunnaðir ella konsulteraðir um hetta, áðrenn løgmaður tók sína avgerð. LAT tað verða sagt beinanvegin, at vit virða rætt løgmans at seta sínar embætismenn til tær uppgávur, sum løgmaður nú heldur teir eiga til eina og hvørja tíð. Men átti løgmaður ikki at ráðført seg við aðrar um, hvørjar møguliga oljupolitiskar avleiðingar ein slík avgerð kundi fáa! Tá vit hugsa um, hvussu stórt innlit og vitan formaðurin í Oljuráðleggingarnevndini hevur í oljumál, er tað ringt at skilja, hví hann bráddliga skal verða tikin frá síni uppgávu, beint áðrenn hon er liðug. Tað verður ógjørligt hjá øðrum uppá stutta tíð at byggja upp tær kontaktir og ta innlit, sum Árni Olafsson hevur fingið gjøgnum øll hesi árini. Skoðsmálið hann fær frá bæði starvsfeløgum og eisini øllum teimum, sum hann hevur havt tilknýti til, er sera positivt, ja at í honum eiga Føroyar ein góðan mann. Og hetta var nettup eisini ein av orsøkunum til, at hann stóð á odda fyri bæð Oljuráðleggingarnevnd og samráðingarnevnd. NÚ finnur løgmaður bráddliga út av, at hann bara skal vera í samráðingarnevndini. Hví so er mugu vit bara gita um. KANN ein orsøkin vera hon, at løgmaður við hesum vil staðfesta sína hørðu linju mótvegis Bretlandi í markamálinum. Kann tað vera so, at løgmaður í veruleikanum eisini hevur ynskt at fáa Árna Olafsson frá sum samráðingarleiðara, men at hann ikki hevur fingið undirtøku fyri hesum í Tinganesi! TAÐ er neyvan nakar ivi um, at løgmaður ætlar sær ikki at geva so uttan víðari í samráðingunum við bretar. Hetta hevur hann gjørt fullkomiliga greitt fleiri ferðir her í blaðnum. Við at taka Árna Olafsson úr Oljuráðleggingarnevndini ætlar løgmaður helst at vísa, at tað verða ikki boðin øki út til oljuleiting, um so er, at bretar ikki slaka meira. Løgmaður hugsar kanska soleiðis, at eftirtíðin skal ikki sleppa at siga, at løgmaður ofraði markið til fyrimunar fyri at geva loyvi til oljuleiting. Hetta eru tankar, sum bert løgmaður og eftirtíðin kunnu lýsa rættleikan ella skeivleikan í. LØGMAÐUR hevur ferð eftir ferð biðið føroyingar og serliga tingmenn draga eina og somu línu í olju- og marknapolitikkinum. Og har hevur hann fingið fullan stuðul. Nú fer so sami løgmaður - helst uttan at ráðføra seg við nakran - og koyrir formannin í tí so týðandi Oljuráðleggingarnevndini frá. Ein slík avgerð má skapa ristingar í øllum oljuumhvørvinum heima sum burturi. Og spurningurin er, um ikki sami løgmaður sum hevur biðið fólk standa saman, nú hevur sett ein kíla í hjólið! LAT tað vera púra greitt, at vit taka undir við teimum, sum vilja hava bretar at innsíggja, at miðlinjan má vera útgangspunktið fyri eini marknasemju. Bretar hava við at skjóta upp miðlinjuna sum fiskimark skapt ein presedens. Teir hava skapt sær sjálvum ein trupulleika, sum teir mugu vísa vilja til at loysa. Harvið er ikki sagt, at vit føroyingar bara skulu siga nei og aftur nei til allar skilagóðar samráðingarloysnir. Tí vit mugu ikki gloyma, at ein avgerð í Haag, kann eisini gerast enn verri enn ein samráðingarloysn. So her ræður um at hava tunguna mitt í munninum. Men stóri spurningurin er eftir okkara tykki, hví løgmaður valdi at koyra formannin í Oljuráðleggingarnevndini frá. Kanska nýggja árið fer at geva okkum svarið. Jólakonsert í Gøtu Kirkju Sunnudagin 21. desember kl. 16 hevur Felagskórið Gøta/Leirvík konsert. Karmur um jólakonsertina hesaferð verður Gøtu Kirkja, og valla kann ein hugsa sær betur karmar um eina jólakonsert enn Gøtu Kirkju, serliga nú kirkjan hevur fingið (nýtt) orgul. Í kirkjuni stendur eisini eitt gott flygul, sum kórið væl stuðla av Føroya Sparikassa og Norðoya Sparikassa, kórlimunum og bygdafólki annars keypti fyri einum góðum ári síðan. Á konsertini fer kórið at syngja m.a. rútmiskar sangir við kirkjuligum innihaldi og bæði traditionellar og nýggjari jólasangir og eisini verður felagssangur á skránni. Konsertin verður ógvuliga fjølbroytt við nógvum solosangi og fylgispæli. Solistar verða Eivør Pállsdóttir, Ingibjørg Arbahamsen og Tórhild Bjarkhamar. Orgulfylgispæli tekur ungi Fuglfirðingurin, Ragnar Petersen, sum eisini er organistur í Gøtu Kirkju, sær av. Við flyglið situr Eyðun á Lakjuni, sum við sínum livandi spæli altíð er ein fragd at hoyra. Afturat sær hevur hann Leirvíkingin, Hugo Eliasen, at spæla bassguitar. Til tess at seta serligan dám á løtuna, hevur kórið fingið hjálp frá gentum úr Gøtu Skúla, sum fara at gang Lucia, so útlitini til at koma í jólahýr skuldu verið sera góð. Kórið telur um 35 sangarar, sum seinastu 2 mánaðirnar miðvíst hava vænt fram til hesa jólakonsert. Kórið húsast til dagligt í hølunum hjá Gøtu Menningarfelag, har umstøðurnar er sera góðar, m.a. tí at Menningarfelagið hevur gjørt íløgu í eitt nýtt gott klaver. Kórleiðari er Heðin Kambsdal. Kórið ynskir øllum at verða vælkomnum á konsert og eini gleðilig jól. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Stívt andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, minkandi vindur. Ádrigið og regn av og á. Hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið sunnudagin: Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, gongur yvir í landsynning. Ádrigið við regni tíðliga á degnum, seinni slítur í. Hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið mánadagin, týsdagin og mikidagin: Stívt andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta turt, og hitin millum 5 og 8 stig. Seinni hvassur vindur av landsynningi, og væntandi fer at regna. Í gjár: Eitt hátrýst yvir Norskahavium viknar spakuliga. Í dag: Eitt lágtrýst vestan fyri Írland gongur í ein útnyrðing-norðan, og tilhoyrandi brúgvaløg nærkast spakuliga Føroyum av útsynningi-sunnan. Týsdagur 23. desember 1997 Aria og Dynamit á pallin í Klaksvík Tvey stór dansitiltøk í Klaksvík á jólum KÍ-høllin í Klaksvík verður karmur um tvey stór tónleikatiltøk á jólum. Annað jólakvøld fara Vágsheyggjafrensarnir at spæla til gamlamannadans og aldursmarkið verður 20 ár. Leygardagin , 3. jóladag, verður stórur dansur við bólkunum Aria og Dynamit. Aria hevur ikki verið á palli í Klaksvík í longri tíð, men rættiligt lív er komið í Dynamit aftur, eftir at bólkur hevur givið nýggja fløgu út. Dansurin byrjar kl. 23.00 bæði kvøldini. Stákast óført til jóla Tey eru átta í tali, sum halda jól úti á eini av heimsins minstu og fjarskotnastu bygdu oyggjum - Stóru Dímun Tær eru neyvan nógvar av slagnum í heiminum - so smáar og fjarskotnar oyggjar - har bert eitt húski búleikast og kann halda jól - sum júst okkara egna Stóra Dímun. Og hóast her hvørki eru handlar, jólamenn og tann alskyns rómur, sum annars setir jóladám á í býum og bygdum kring landið, so merkjast jólini kortini eisini í Stóru Dímun. Sunnva, ið er bóndakona í Stóru Dímun, sigur, at hóast tey eru langt burtur frá jólaresinum í Havn, so eru tey í jólahýri og stákast óført til jóla. Hetta er 12. árið, at hon heldur jól í Stóru Dímun saman við familjuni. Síðani fast tyrlusamband kom hevur tað verið gjørligt at vera í oynni eisini um veturin. -Vit eru ómetaliga fegin um tyrluna, tí uttan hana hevði ikki borið til at verið her alt árið sigur Sunnva. Samband er tríggjar dagar um vikuna, mikudag, fríggjadag og sunnudag, og tá tað nærkast jólum og børnini, sum ganga í skúla í Havn, skulu út í oynna at halda jól saman við familjuni, so eru nervarnir uppá spæl. Man veðrið nú vera til vildar! Munnu tey sleppa út at halda jól! Og lukkutíð, øll hesi árini hevur tað eydnast familjuni at vera saman á jólum - á Stóru Dímun. Og aftur hesa ferð vóru veðurlíkindi. Sunnudagin fóru Eva og Kinna, sum ganga í skúla í Havn, við jólatyrluni út í Stóru Dímun. Og við í tyrluni var eisini myndamaður okkara. Og hvussu halda tey so jól úti í hesi eini av heimsins minst bygdu oyggjum! Tey hava tvey jólatrø, eitt úti í túninum og eitt inni í stovuni. Tey eru so átta fólk til jólaborðið: bóndahjúnini Jákup og Sunnva og børnini, Eva, Kinna, Janus og Ása og so omman og abbin, Kinna og Janus, sum koma út í oynna á hvørjum ári at halda jól. Jólaaftan verður borðreitt við gás og dunnu, 1. jóladag við skinsakjøti og 2. jóladag við ræstum kjøti. Teimum nýtist ikki at fara til handils í Havn eftir hesum vørum. Hetta er alt matur, sum tey fáa í oynni. Eisini við eplum er tey sjálvbjargin. Men mjøl, rís og aðrar jólavørur fáa tey so við tyrluni úr Havn. Nú tað verður tosað so nógv um útjaðaran og umstøðurnar at varðveita búsetingina á smáplássunum spurdu vit Sunnvu, hvussu stóran týdning hon heldur tað hevur at varðveita búsetingina í eini so lítlari oyggj sum Stóru Dímun. -Eg veit væl, at tað eru tey, sum siga, at tað kann als ikki løna seg at brúka almennar pengar til at halda lív í slíkum smáoyggjum. Men hetta eru jú eitt oyggjaland, og so mugu vit royna at varðveita og menna tað sum frægast sum oyggjaland. Eg veit ikki, um tað hevði verið so væl vorðið í hesum landi, um øll, sum í dag búgva á útoyggj, fluttu til stórplássini! Sjálv haldi eg, at vit eiga at gera brúk av teimum møguleikum, sum eru, og her úti í Dímun eru møguleikar. Tað eru so eisini tey, sum halda slíka búseting vera ein part av okkara livandi mentan. Tey slakta umleið 320 seyðir um árið. Haraftrat kemur so fuglurin. Vit ynskja Dímunarfólkinum gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Hans Jørgensen mss-haj@sleipnir.fo Blikur sakk undan landnámsmonnum Tann 24. juli 1963 sakk fyrsti Blikur hjá Skipafelagnum Føroyar á veg úr Føroyingahavnini til búplássini hjá føroysku útróðrarmonnunum. Hans Jørgensen, lærari úr Miðvági, sum skuldi til Grønlans at rógva út, var við Bliki hendan seindasta og minniliga túrin Hannis við Rætt, Tønnis Wardum, Eyðfinn og Axel hjá Skómakaranum síggjast í bakborðsbáti Hans Jørgensen skrivar Hósdagin, 11. juli 1963 lá fyrsti >>Blikur<< hjá Skipafelagnum við Havnar kei og gjørdi klárt at fara til Grønlands við útróðrarmonnum. Útróðrarbátarnr vórðu hivaðir umborð og settir á dekkið, har teir vórðu væl og virðiliga surraðir. Tá lagt varð frá landi fyrrapartin, høvdu 60 útróðrarmenn funnið seg til rættis í aftaru yvirlastini. Koyggjur vórðu settar upp í smáum býlingum, tríggjar undir- og tríggjar yvirkoyggjur. Manningin var 16 mans. Haraftrat var Niels Winther Poulsen, sum tá var landsstýrismaður og Eyðun Thomassen í Sørvági, sum júst hevði tikið skiparaprógv og skuldi nakað seinkaður til sítt bátalag í Borgshavn. Tilsamans vóru sostatt 78 fólk við >>Bliki<< hesa minniligu ferð yvir um hav til Grønlands. Hugnaligur túrur Málið var Eggersø á Kappanum. Har skuldi m.a. eg rógva út saman við teimum hjá Birtu-Tummas Jacobi: John, Arnold, sum báðir eru farnir í bestu árum, Andreasi, Kristiani og Karl. Aftrat brøðrunum vóru eisini Henry hjá Bernhardi, sáli, Albert í Gerðinum, Aksal Niclassen allir úr Miðvági og Jóannes Henriksen, búsitandi í Sandavági. Eg skuldi vera kokkur. Túrurin yvir til Grønlands var góður. Veðrið var av tí fagrasta allan vegin yvireftir. Tað var ónatúrliga spennandi, og eitt sindur løgið at fara avstað. Nógvir javnaldrar mínir vóru við, og fleiri av vinmonnum mínum, millum aðrar Jóannes bróðir, Mannbjørn og Sjúrður hjá Áar-Dánjali. Teir skuldu eisini yvir at rógva út men við øðrum bátalag. Vit høvdu tað sera hugnaligt umborð. Ein fuglfirðingur, tey kallaðu Mussi, beiggi hansara og ein nólsoyingur vóru óførir tónleikarar. Hesir fingu lív í felagssangin, og nógv varð sungið. Serstakliga sjómansvísurnar rungaðu í lastini, men Føroya fólks var eisini frammi, meira enn so. Kortini vóru frammi og telvað varð óført á ferðini. Møti var eisini umborð, og tá vóru tað eisini nevndu musikkarar, ið stóðu fyri tí tónleikaliga. Onkur hevði fullan sekk av turrum seiði við. Tað sótu vit so og telgdu og ótu aftur við góðum spiki. Nógv sovorðið hugnaligt er at minnast til. Løgdu stilt við Kangerluk Tá ið vit komu yvir ímóti Prins Christianssund, var nógvur smáísur at síggja. Tosað varð um, hvat frægast var at gera. Men teir, ið skuldu taka avgerðirnar, hildu, at vit skuldu halda á og sleppa okkum innum ísin. Ógvisligar ristingar fóru ígjøgnum skipið, og teimum eldru monnunum dámdi einki. Enok Joensen úr Sørvági var ein teirra. Hann risti á høvdinum, tá ið hann kendi stoytirnar. Komnir nærri landi gjørdist ísurin til sanna ísbrúgv. Men kortini varð siglt spakuliga inn, og longur inn vit komu, tynri gjørdist ísurin. Endin var so, at vit tíðliga mánamorgun, 15. juli, løgdu stilt uttan fyri Kangerluk, sum er ein fjørður á Eggersø. Har ætlaðu teir, at vit skuldu seta okkum niður. Seinni varð hildið inn á fjørðin. Teir ivaðust í, um besta plássið mundi vera har, ella okkurt annað stað á oynni mundi vera betur hóskandi. Bátur varð tí settur út, og formenninir fóru at kanna umstøðurnar. Men skjótt funnu teir útav, at besta havnin var júst her, vit lógu. Fjørðurin er 4 fjórðingar. Brattar líðir vóru báðumegin. Men har var so vakurt og so grønt, sum í nakrari skor heima. Gras, lyngur, og nógv ber vóru allastaðni at síggja. Onkustaðni vóru eisini smáir runnar. Funnu búplássini Níggju vóru bátaløgini, flest tveir bátar í hvørjum. Formenninir fóru í land at finna tey hóskandi plássini. Ymiskt var at taka støðu til, tá menn skuldu gera av, hvar best varð at seta seg niður. Tað skuldi verða møguligt at leggja at landi við teim stóru seksæringunum, onkur var 33 fót, lossikranar skuldu kunna festast í helluna til hiva fisk o.a. upp á land, tí stórur munur er á flóð og fjøru haryviri, hóskandi lendi skuldi vera at seta skúrarnar á, og nóg mikið av góðum vatni mátti eisini vera á staðnum. Tað gekk væl at finna níggju hóskandi búpláss. So varð kastað lut. Tá tað var avgreitt, vórðu allir útróðrarbátarnir flotaðir, og timbur og annað gott tilfar flutt í land. So varð smíðað av kraft. Longu sama kvøldið kundi flytast inn. Alt annað, sum vit høvdu við, varð eisini flutt í land. Tað mundi vera eitt fat av olju ella bensini til hvønn bátin, proviantur og tað, menninir høvdu við sær av persónligum viðføri. Mikumorgun, 17. juli var liðugt at lossa. Blikur helt so leiðina norður í Føroyingahavnina. Ein partur av útróðrarmonnunum skuldi við. Knossaðust í Føroyingahavnini Eg hevði ikki áður verið í Grønlandi, og eg var glaður at sleppa við. Vit vóru í Føroyingahavnini tíðliga leygarmorgun 20. juli. Á vegnum norðureftir settu vit Eyðun av uttanfyri Borgshavn. Har kom bátur út eftir honum. Í Føroyingahavnini tóku vit olju, bensin til bátarnar og annað, sum brúkast skuldi um summarið. Haraftrat vórðu bátar, sum útróðrarmenninir høvdu standandi í Føroyingahavnini frá árunum frammanundan, tiknir umborð at hava við suður aftur. Vit skuldu m.a. hava Kirstin, stóra sekæringin hjá Kristiani og skúrin, sum John og teir høvdu havt har í mong ár. Hann skuldi nú eftir ætlan setast upp aftur suðuri á Kappanum. Alt fekst ikki í >>Kirstin<<, men mátti sleipast langa leið til Blik, sum lá við bryggjuna undir Nordafar, m.a. gólvið í skúrinum, sum varð sagað sundur í tveir lutir. Tað var eitt grúuligt knoss. Men einki er óført hjá røttum, ungum útróðrarmonnum. Fyri hesar menn var tað bara ein sjálvfygja. Fylgdu ráðunum frá >>Disko<< Mánanáttina 24. juli nærkaðust vit aftur Eggersø. Men tá var ísurin nógv tættari, enn tá ið vit fóru norðureftir. Vit ætlaðu fyrst at fara inn gjøgnum nøkur sund har norðanfyri, men tað var ikki hugsingur um at koma ígjøgnum tøttu ísbrúnna. Vit fóru so suður um Kappan, og ætlaðu so norður aftur ígjøgnum ísin. Har vísti tað seg at vera eitt sindur frægari. Men longur vit komu inn, tættari gjørdist ísurin, og mikunátt vóru vit í nógvum og tøttum ísi. Flakarnir gjørdust bara størri og størri. Vit royndu at sigla, men illa gekst. Skiparin hevði samband við grønlendska ferðamannaskipið >>Disko<<. Føroyingur var skipari og vælkendur við farvatnið har um leiðir. Hann helt bestu ráðini vera at fara norður aftur vestanfyri, tí har var ísurin minkaður so mikið, at sleppast kundi inn um ísbrúnna og so bar til at sigla innanskers. Ráðini vórðu fylgd, men ætlanin ikki fullførd, tí meðan stákast varð við døgurða, síggja vit, at menn ganga so nógv fram gjøgnum lastina, fram í forpikkin. Døgurðin varð tó etin í øllum góðum, og meg vardi ongan vanda. Skipið søkkur!!! Beint eftir døgurða fóru Mannbjørn og eg at vitja Sjúrð, sum var forkølaður og tí hevði fingið kamar at vera í. Meðan vit sita og práta, legðist skipið meira og meira. Kúgveygað var opið, og tað fór at sprutta inn ígjøgnum. Vit lótu so kúgveygað aftur. Vit hildu, at veðrið versnaði bara, og gjørdu so av, at skalka lúkuna fyri eisini. So fer Mannbjørn út, men kemur brestandi inn aftur og rópar: >>Upp á dekkið beinanvegin, skipið søkkur<<. >>Tú tvætlar<<, siga vit, vit trúðu honum ikki. >>Nei, tað veit Gud, tað er sannheit, tit mugu koma upp beinanvegin, tí vit skulu í bjargingarbátarnar, og tit taka einki við tykkum. Tað eru boðini av brúnni.<< Hetta mátti takast í álvara, og vit fóru so upp á dekkið. Men eg fór kortini niður aftur í lastina, læt meg í ullint undirklæði, og tók so bíbliuna, sum eg hevði fingið frá abba og eina brennivínsfløsku, sum eg hevði keypt. Hetta var fyrsta brennivínsfløska, eg hevði keypt í lívinum. Brennivínsfløskuna hevði eg ætlað at taka við, tí eg hevði hoyrt, at tað skuldi vera gott at hava, um ein fór at verða kaldur og illa til passar. Og bíblian var mær ein dýrgripur, tí hon var arvagóðs. Abbi var so sera góður við meg, og vit vóru navnar. Navnið stóð prentað við gullstavum í permuna. Kundi brennivínsfløskan fara at verða hent, so var Gudsorðið ikki minni fløgin og uggin í neyðarstund. Loysa Bátarnar en so líðin var eg boðunum frá myndugleikanum tá, at eg legði bæði aftur. Eg leyp síðan upp aftur á dekkið, og fór saman við øðrum at loysa útróðrarbátarnar, ið stóðu á dekkinum. Teir vóru >>Kirstin" hjá Kristiani og >>Snekkjan<< úr Famjen. Í lastini vóru Áarbáturin og tann hjá Gimma í Vestmanna. Tá vit komu aftur, vóru menn har í ferð við at flota bjargingarbátarnar. Fyrst varð stýriborðsbátur settur út. Hann hevði motor. Maskinstjórin, Knút Nolsøe, var leiðari á tí bátinum. Í bátinum sótu Knút og tvær skálakonur, sum høvdu verið í Føroyingahavnini og vitjað menninar. Nú vóru tær á veg heimaftur við Bliki. Tá báturin fleyt fóru fleiri mans niður í hann eftir taljuendanum. Ein teirra var tann ungi deksdrongurin, Eyðun Waagstein. Tá hann skuldi loypa fer báturin frá skipinum. Har hekk hann so eina góða løtu í endanum. Tað kundi enda galið, men tíbetur orkaði hann at halda, til báturin kom innaftur at skipssíðuni.. Lætt at koma í bátin Stýrimaðurin, Hanni við Rætt av Toftum, var formaður á bagborðsbáti. Í tann bátin fóru millum onnur Niels Winther Poulsen og tveir havnamenn, sum komu við úr Føroyingahavnini, so ferðafólkini vóru nú fimm. Fýra gummibátar vórðu eisini blakaðir uttanborðs. Tað kendist ikki torført at leypa niður í gummibátarnar, men tað mátti tó gerast við skili, tí í stýriborð var nú høgt at leypa, tí slagsíðan var vorðin so stór. Men vit vórðu væl kunnaðir um, hvussu farast skuldi fram. Leypast skuldi so, at vit komu so flatir sum møguligt niður á takið fyri ikki at skræða hol á bátin. Tað gekk av tí allar besta. Eg haldi ikki, at nakar varð so frægt sum vátur um beinini. Vit mundu fara í bátarnar um tvey tíðina seinnapartin, 24. juli. Men tríggir mans vóru eftir umborð á >>Bliki<<, tá vit løgdu frá borði. Teir vóru skiparin og tveir dekkarar. Teir vóru umborð so leingi sum møguligt, fyri at hava samband við land. Í síðstu løtu fóru teir í tann eina gummibátin og yvir til okkara. Allir bjargingarbátarnir vórðu bundnir saman við maskinbátinum á odda, og hildið varð so frá søkkandi skútuni fyri ikki at fara til botns saman við henni. Stutt eftir, fór tann eini útróðrarbáturin akandi av skipinum, og hann fleyt væl og virðiliga. Farið varð eftir hesum vælsignaða báti, sum var >>Snekkjan<< úr Fámjin. Tað sást ikki løstur á honum á nakran hátt. Nú høvdu vit ein eyka bjargingarbát. Tað var sera gott at hava hann afturat, tí hann var so nógv størri enn hinir bátarnir. Vit føldu okkum nógv tryggari, tá ið tann báturin eisini var hjá okkum. Søgdu >>Bliki<< farvæl Vit fingu nú at vita, at tvey skip og ein flúgvari vóru á veg til okkara. Skiparin hevði, áðrenn hann kom í bátin, havt samband við týska hjálparskipið >>Posaidon<< og vestmannatrolaran >>Jóanes Fonsdal<<, sum kundi vera frammi hjá okkum seinni um kvøldið. Við >>Fonsdal<< var millum aðrar Ólavur, svágur. Hann var ikki svágur mín tá, men nærmasti granni og vinmaður. Eg var sera spentur, og tað var Ólavur við, um teir fóru at verða fyrstir til okkara. Flúgvarin mundi vera hjá okku um fýra tíðina. Hann fleyg uppi yvir okkum eina góða løtu. Hetta gav okkum gott mót. Nú sóu vit við okkara egnu eygum, at samband var við umheimin. Henda mikudag seinnapart 24. juli 1963 um fimmtíðina ella gott tað, fekk >>Blikur<< so nógva slagsíðu, at hann tók inn ígjøgnum ventilarnar á bátadekkinum, og tá gekk tað skjótt. Hann sakk longur og longur í reyvini, og skjótt varð eitt veldugt buldur. Lastalúkurnar skutust av. Tað físti og buldraði, og skjótt fór >>Blikur<< eftir reyvini niður í bláa dýpið. Tað síðsta, vit sóu til hetta stásiliga skip var, at tað líkasum í deyðskrampa skeyt kroppin upp í sjónum við gronini beint upp í loft, fyri so við einum ønskriligum, óhugnaligum físi at geva upp ond. Ein vatnsúla, sum mest minti um eitt stórt springvatn, stóð upp úr gronini, og so var >>Blikur<< burtur. Hesa løtuna stóðu allir menn uppi í bátunum við húgvuni í hondini. Á henda hátt sýndu vit Bliki síðsta heiður. Einsamøll í verðini Tað var eitt grúiligt tómrúm, ið tá varð. Vit kendu okkum púra einsamøll í verðini har úti á endaleysa havinum. Tá ið menn sita soleiðis í einum lítlum trongum gummibáti úti á víðum havi, og eingin størri eind er í nánd, so er tað ymiskt, sum menn eru til. Eingin okkara hevði verið í gummibáti fyrr. Meginparturin av fólkinum vóru rólig, ikki minst konurnar, men onkur hevði tað ikki so gott. Tann eini maðurin flutti fleiri ferðir ímillum bátarnar. Annars var eingin hurlivasi (panikkur) av nøkrum slag at merkja. Alt virkaði so væl skipað, og veðrið var gott. Av tí at eingin áður hevði verið í gummibáti, vóru menn varðnir. Í okkara báti vóru menn í góðum árum. Eg var yngstur. Eg dugdi eitt sindur av eingilskum, so eg fór at lesa í brúksanvísinginum. Har stóð m.a., at botnurin skuldi pumpast upp fyri at halda kuldan frá sjónum mest møguligt burtur. Eg fann pumpuna fram og fór at pumpa. Tað dámdu teimum einki. Teimum dámdi ikki, at nakar fór at pilka við, tí mann kundi altíð gera onkran skaða. Og rætt høvdu teir, tí vit royndu skjótt, at álvarsamur skaði kundi henda, um ikki rætt varð atborið. Tí tá ein rakett varð send úr tí eina bátinum, fór hon ikki upp í loft, sum ætlað, men eftir sjónum og kundi gjørt hol á gummibátarnar. Men til alla lukku hendi eingin skaði. Fekk ikki pissað fyri konunum Meðan vit sótu í bátinum, vildi eg so ræðuliga illa pissa. Eg ætlaði at pissa útum. Men dekan fari, tað fyrsta, eg síggi, er í fjesið á hesum báðum damunum, og ikki fekk eg dropan út. Tað var eingin kjansur. So fór eg hinumegin, men har var eisini bátur. Tað riggaði heldur ikki. Eg var um at spreingjast og visti ikki, hvat eg skuldi gera. Men ein plastikkposi var í bátinum, og eg fekk so pissað í hann. Tað dámdi teimum eisini illa, tí eingin visti, hvat vit kundu fáa brúk fyri. Men eg skolaði plastikkposan væl í sjónum, og legði hann aftur. Tá ið vit høvdu flotið soleiðis í nakrar tímar aftrat, sóu vit skip langt burturi, men teir høvdu ikki sæð okkum. Í somu løtu køvdi hann av í mjørka. Hetta var sera óhugnaligt, tí nú høvdu vit sæð okkara bjarging so nær, og so varð hon burtur aftur fyri okkum. Theodor Heinesen, 2. stýrimaður, var ein sera sinniligur maður. Hann lyfti eitt radarrefleks upp í loft, og løtu seinni kom skipið spakuliga út úr mjørkanum. Tað var ein ótrúligur lætti og ein grípandi løta. >>Posaidon<< var hjá okkum kl. hálvgun níggju um kvøldið. Vit høvdu sostatt ligið hjálpaleysir á havinum í hálvan sjeynda tíma. Ná, men >>Posaidon<< varð framkomin, og vit verða tiknir umborð. Vit komu so umborð í henda vælsignaða >>Posaidon<<, henda týska umsjónarbátin. Tríatiátta fólk skuldu herbergast, 17 útróðrarmenn, hesar báðar konurnar av Skála, Niels Winther Poulsen og teir báðir ferðamenninir, sum komu umborð í Føroyingahavnini. Tað var ikki heilt lítið av fólki at fáa umborð á eitt sovorðið skip. Men rúmligt sýntist at vera umborð, millum annað vóru tvey hospital. Har kundu fleiri mans sova. Annars fingu vit koyggju hjá manningini. Eg varð innkvarteraður hjá hovmeistaranum saman við bátsmanninum á >>Bliki<<, Patzy, ein stórur og prúður tvøroyrarmaður. Vit vórðu sera væl móttiknir. Fingu gott at eta, um kanska ikki júst tað, ið vit kundu hugsað okkum. Vit fingu týskan sjómanskost, súpan við kjøti og grønmeti í. Skjótt vóru vit heit og væl til passar. Menn umborð vóru eisini sera blíðir og hampiligir at tosa við. Ein eldri lágur, myrkhærdur maður var 2. stýrimaður. Hann tosaði eg nógv við og kundi royna mítt týska. Tað gekk ikki altíð eftir bókini, tí tá eg kom inn á brúnna til hansara ta einu ferðina heilsi eg á gøtutýskum: >>Wo geht es?<< og hann svarar: >>zum Reykjavík<<. Eg ætlaði at siga: >>Hvussu gongur tað?<< og so eitur tað: Wie geht es. Eg haldi, at vit høvdu ikki siglt í meir enn umleið ein tíma, tá brast hann á við ódnarveðri. Veðrið var so ringt, at ikki bar til at sigla við fullari ferð. Hildu til Reykjavíkar Skipið var á veg til Reykjavíkar, og avgjørt varð at halda leiðina fram, heldur enn at seta inn aftur í Grønlandi við okkum. Sunnumorgun, 28. juli, sjálvan ólavsøkuaftan klokkan tíggju, vóru vit á Reykjavík. Har var hópur av fólki ímóti okkum á bryggjuni. M. o. vóru nógv blaðfólk, og bløðini vóru á tremur við myndum og frásagnum um føroysku skipsbrotsmenninar. Vit fingu innivist á einum sjómansheimi tætt við bryggjuna í Reykjavík. Har fingu vit bæði mat og song og høvdu tað gott. Hetta var, sum áður sagt, sunnumorgun, og beint sum vit høvdu etið, fingu vit boð um, at nú skuldu vit fara í býin at fáa okkum nýggj klæði. Umboð fyri Skipafelagið Føroyar komu við okkum í ein klædnahandil í gøtuni niðri við havnina. Vit høvdu jú mist tað mesta, men fingu so hampilig klæði at ganga í á heimferðini. Flogsamband varð júst komið í lag millum Íslands og Føroya. Ætlanin var, at vit skuldu heim við leiguflogfari beinanvegin, men líkindi vóru ikki at lenda í Vágum, og máttu vit tí bíða til dagin eftir. Um kvøldið fóru vit túr í býin. Eg gloymi ikki, hvussu vakrar eg helt tær íslendsku genturnar vera. Tær festu seg so fast í sinnið, at eg altíð hugsaði, at soleiðis skuldi mín genta síggja út. Trý ár seinni kom eg aftur til Reykjavíkar at rógva út. Eg leitaði trúliga eftir gentunum, eg hevði sæð hitt minniliga sunnukvøldið, men tær vóru ikki til. Genturnar í Reykjavík vóru einki serstakt. Aftaná havi eg hugsað, at tann serliga støðan, ein var í, fyrst at vera í vandastøðu, og so knappliga at verða bjargaður og hava tað so gott, helst hevur havt sína ávirkan á ein 18 ára gamlan ungling. Veðrið varð verandi keðiligt, men út á ólavsøkudag varð farið av flúgviplássinum í Reykjavík á veg til Føroyar. >>Neyðlendu<< á Egilsstøðum Ovfarakæti var á monnum. Summir fóru at skemta við, at roykur og neistar komu úr motorunum, at olja lak undan veingjunum o. s. fr., løgið skemt kanska. Tá vit soleiðis høvdu flogið yvir Íslandi í smáar tveir tímar, nú síggi eg, at flúgvarin missir flogið og fer longur og longur niður. Eg síggi ein beinan veg undir okkum frammanfyri, og hugsi: >>Hvat Sørin, nú neyðlendir hann. Hví sigur flogskiparin einki?<< Eg var deyða ræddur, og eingin segði nakað. Eg spenti føturnar í dúrkið og síggi beint undir okkum eina á renna. Spurningurin er bara, um vit klára at koma um ánna og yvir á vegin. So setir flúgvarin seg. Og nú vísir tað seg, at hann hevur sett seg á flúgviplássið á Egilsstøðum. Tað var ikki lendandi í Føroyum, og tí millumlendu vit á Egilsstøðum. Har skuldu vit so verða, til floglíkindi vórðu aftur. Seinni fekk eg at vita, at allir vóru í somu støðu, sum eg. Vit hildu, at enn eina ferð var boð eftir okkum, og at ætlanin altíð var, at vit skuldu ikki síggja okkara kæru aftur. Vit vórðu hýstir á einum stórum bóndagarði á Egilsstøðum. Har fingu vit song og mat. Har var gott at vera, men forargiligt, tí vit vildu sleppa heim til ólavsøku. Mikumorgun, 31. juli sluppu vit til Føroyar. Flogið varð tvær ferðir. Vit útróðrarmenn sluppu við fyrru ferðina. Flúgvarin fór so yvir aftur til Reykjavíkar eftir manningini og ferðafólkunum. Á flúgviplássinum í Føroyum var mikil móttøka. Nærum øll oyggin var ímóti okkum. Gleðin var stór at fáa øll hesi fólkini aftur í øllum góðum. Soleiðis endaði landnámsferðin hjá mær summarið 1963. VIL FEGIN FRÆTTA MEIRA Er tað onkur, ið veit okkurt áhugavert um hendan seinasta túrin hjá Bliki, ella hevur onkrar myndir av áhuga - ella okkurt annað, so er høvundurin sera áhugaður at frætta. Til ber at venda sær til Sosialin, 11820 lok 14 ella at venda sær beinleiðis til Hans Jørgensen, 32318 Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Besta jólagávan: Símin Johan varð funnin aftur í mjørkanum Gleðin kendi eingi mørk í Lamba sunnunáttina, tá tað var greitt, at Símin Jóhan Samuelsen, sum tað hevði verið burtur í mjørkanum í nógvar tímar, var komin afturíaftur í øllum góðum Símin Johan Samuelsen kom afturíaftur í øllum góðum, eftir at hann hevði verið burtur í mjørkanum. Mynd: Jens Kr. Vang Hjá Kirstini Samuelsen og familju hennara í Fuglafirði kundu jólini havt verið so nógv øðrvísi, enn tey nú vera. Leygardagin høvdu hon og hennara alla orsøk at kenna seg rættuliga skelkað, tá lívsins álvari og spurningurin um lív og deyð eftir nøkrum tímum gjørdist meiri nærverandi, enn vit bríggja okkum um. Tíbetur endaði tað væl, og á jólum kunnu hon og maðurin Símun Jóhan Samuelsen og børnini og teirra halda jól, sum tey plaga, men kortini við uppaftur størri takksemi, tí tey vórðu spard, tá tað kundi endað heilt illa. Ein sólskynssøga Bløðini verða viðhvørt ákærd fyri at dáma best at gera burturúr, tá tíðindini eru døkk og syrgilig, meðan minni verður gjørt burturúr, tá tað gongst væl, og tá endin er góður. Soleiðis skal tað ikki vera hesa ferð. Talan er um eina sólskynssøgu, sjálvt um størsti parturin av henni gekk fyri seg í kola svørtum mjørka. Endin var so góður, at ein av teimum, sum ofta hava verið uppií sovornum áður, helt fyri, at hetta var fyrsta ferðin, hann hevði upplivað, at persónurin, sum teir høvdu leitað eftir, var funnin aftur í øllum góðum. Harutúrurin Leygarmorgunin um átta tíðina fóru Símin Jóhan Samulsen og svágur hansara, Samson Mikkelsen, at skjóta harur í Lambareyni, sum er eystari armur á Lambavík. Teir eru ikki ókunnugur har, men kortini tók dagurin seg øðrvísi upp, enn teir báðir høvdu roknað við. Teir høvdu samband við hvønn annan, soleiðis sum teir plaga at hava, men á miðdegi mistu teir hvønn annan burtur. Tá legðist mjørkin so tjúkkur, at tað sást ongan veg. - Eg rópti fyri at fáa samband við Samson, men eg fekk einki svar. Eg gekk so oman ímóti, har eg helt hann vera, men har var einki at síggja og einki at hoyra, og eg fekk eina undarliga kenslu av, hvat kundi vera hent, tí har sum eg gekk oman, var rættiliga bratt niðurfyri, greiðir Símin Johan Samuelsen frá. Hann gekk eina lítla løtu, men tað var so skjótt, at hann ásannaði, at hann var vilstur í mjørkanum, og at tað loysti seg ikki at ganga. - Har var einki annað at gera hjá mær, enn at seta meg niður og at bíða til tað gjørdist ljósari ella til fólk kom at leita. Eg hugsaði um Samson, svágin, sum eg hevði mist sambandið við, og hvat mundi vera vorðið av honum, og so hugsaði eg sjálvandi um konuna og familjuna heima, sum eg visti fóru at vera bangin um meg, tá vit ikki komu aftur til ásettu tíðina. - Men sjálvur kendi eg meg alla tíðina tryggan. Tað er altíð gott at eiga ein Harra og Frelsara at leita til, og ikki minst í tílíkum umstøðum er tað gott at kenna, at tú eigur ein vin, sum er hjá tær og um teg, tá eingin annar er har. Eg kendi ein fullkomnan frið á mær, og eg legði meg sjálvan og míni kæru í Guds hendur, og eg visti, at hini eisini bóðu fyri mær, greiðir Símin Jóhan frá, Hin var eisini vilstur Tá Samson Mikkelsen hevði mist svágin burtur gjørdi hann av at leita upp hús. Hann visti, at hann skuldi ganga undan brekkuni og so til høgru fyri at koma til Lamba, og tá hann hoyri brimið, helt hann seg vera komnan bein. Men tá passaði roknistykkið ikki, tí vindurin var ímóti. Tað átti hann ikki at verið, tí hann var landsynningur í ættini. Tá gekk tað upp fyri Samsoni, at í staðin fyri at ganga heim ímóti bygdini, so var hann á veg út á Mjóvanes, har hann gekk seg fastan í eini rók, sum tað tók drúgva tíð at sleppa leysur aftur av. Hann vendi, og eftir at hava borið kenslu á okkurt, eydnaðist tað honum at koma heim til bygdina, har hann frætti, at Símin Jóhan var ikki komin. Leitingin Hóast tey vóru ótolin, so bíðaðu tey eina góða løtu í Lamba, áðrenn tey settu seg í samband við myndugleikarnar og boðaðu frá, at ein maður saknaðist. Versonur Símin Johan Samuelsen eitur Magnus Rasmussen. Hann er bóndi í Lamba, og hóast hann er staðkendur í haganum, so veit hann av royndum, hvussu torført tað er, tá mjørkin sýgur seg oman yvir hagan, sum hann og Niels Weihe eru felags um. Klokkan 17 fekk løgreglan boðini, og hálvan triðja tíma seinni fóru teir avstað. Fyri uttanfyri standandi kendist tað drúgvt at bíða, áðrenn leitingin varð sett í verk, men Kári Thorsteinsson, sýslumaður í Eysturoy, greiðir frá, hví teir ikki fóru avstað beinanvegin: - Tá vit høvdu fingið boðini settu vit okkum í sambandi við Vaktar og Bjargingartænastuna. Teir hava ábyrgdina av at leita fram við landinum, meðan vit hava ábyrgdina á landi. Vit settu okkum í sambandi við Havnina fyri at fáa hundarnar norður, umframt at boð vórðu send til bøndur, røktingarmenn, fjalmenn og aðrar, sum eru staðkendir. Tað er av stórum týdningi, at tað bara er staðkent fólk, sum fer at leita, tá tað veit soleiðis við. - Tá hundarnir eru við, verður leitingin skipað øðrvísi, enn tá hundarnir ikki eru við. Um eingir hundar eru við, so ganga menninir í einari ketu. Tá hundarnir eru við, fara teir og hundaførararnir fyrst avstað, og so ganga hinir, sum leita, eitt sindur aftanfyri og niðanfyri. Tað er sera týdningarmikið, at hundarnir kunnu tevja tað, sum teir leita eftir. Og hetta riggaði stak væl. Løgreglan var í Lamba og á støðini í Runavík, og tað vóru sjálvsagt gleðitíðindi, tá tað frættist, at hundarnir høvdu tevjað tann, sum teir leitaðu eftir og at hann var funnin í øllum góðum. Sýslumaðurin ásannar, at tað er so sjáldan, at leitingararbeið endar soleiðis, sum tað gjørdi hesa ferð: - Ofta vísir tað seg, at tað verður farið ov seint at leita, og so er skaðin hendur, áðrenn hjálpin kemur fram. Tíbetur var tað ikki soleiðis hesa ferð, og tú kanst ætla, at tað var ein lætti at fáa loyvi at bera konuni og teimum avvarðandi góð tíðindi. Eg skuldi undir øllum umstøðum borið teimum boðini, og tað var stuttligt at bera teimum tey góðu boðini, at maðurin og pápin, sum vit høvdu leitað eftir, var funnin í øllum góðum, sigur Kári Thorsteinsson. Bar tann, sum tit leitaðu eftir, seg at, sum hann átti í einum sovornum føri? - Avgjørt. Símin Jóhan hevur verið brandmaður, og hann er vanur at vera uppií, tá slíkar uppgávur koma fyri. Hann bar seg akkurát at, sum hann átti. Hann fann skjótt útav, at hann var vilstur, og í staðin fyri at ganga í ringrás og brúka nógva orku uppá tað og kanska ganga seg í óføri, so helt hann seg á staðnum og bíðaði í tolni. Tann burturvilsti Hóast bæði skip og nógv fólk fór at leita, so var tað leingi, áðrenn Símin Jóhan hoyrdi nakað: - Eg havi ongantíð áður vitað um, at mjørkin er komin so brádliga, og at hann hevur verið so tjúkkur, sum hann var leygardagin uppi í Reyninum. Hjá mær var einki at gera uttan at bíða. Har var ein lítil steinur, sum eg kundi hella rygginum uppat, og haruna, sum eg hevði fingið, legði eg onkuntíð undir høvdið. Fyri at halda hitanum blakaði eg mær og gjørdi aðrar likamligar venjingar. Hoyrdi tú teir, sum leitaðu, langt frammanundan, at teir komu fram á teg? - Nei, tað gekk skjótt fyri seg. Eg hoyrdi teir, og so rópti eg, og lat tvey byrsuskot av upp í loft. Aftaná havi eg skilt, at Samson svágur, sum var við teimum, hevði hoyrt meg rópa, og so sleptu teir hundunum leysum. Tá menninir komu til mín, góvu teir mær breyð og ein heitan jakka at fara í. Tá var klokkan fimm minuttir yvir hálvgum eitt, og vit mundu vera í Lamba um tvey tíðina. Tey har heima Kirsten Samuelsen og dótturin, Julianna, sum fríggjadagin var komin úr New Zealandi, har hon hevi verið og vitjað skyldfólk í tveir mánar, vóru í Runavík seinnapartin leygardagin og keyptu. Sjálvandi vóru tær kløkkar, tá tær fingu at vita, at maðurin og pápin ikki var komin aftur: - Vit vóru alla tíðina í Lamba. Fyri okkum tóktist tað at ganga long tíð, áðrenn teir fóru frá húsum at leita, men aftaná havi eg skylt, at tað var sera týdningarmikið, at teir løgdu alt væl til rættis. Vit løgdu alt í Guds hendur. Tað var fantastiskt at kenna, hvussu stóra umsorgan bygdafólkini og onnur, sum komu hagar, høvdu, meðan hetta stóð uppá. Tá teir fóru at leita, fingu teir matpakkar við, akkurát, sum tá teir fara á fjall, og tá teir komu til hús aftur, vórðu teir bodnir inn til eina máltíð mitt á nátt hjá fólki, sum ikki øll nýttust at kenna ábyrgd fyri hesum, men gjørdu tað alíkavæl, greiðir Kirsten Samuelsen frá. Hon og Símin Jóhan Samuelsen ynskja so hjartaliga at takka øllum fyri tað stóra og framúr góða arbeiðið, ið varð gjørt leygardagin bæði av teimum í Lamba, av løgregluni, Vaktar- og Bjargingartænastuni og øllum hinum, sum hjálptu til og hugsaðu um tey. - Vit ynskja øllum hesum og landsmonnum okkara annars eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýttár, heilsa tey bæði, sum við serligari gleði fara at halda jól saman við sínum kæru. Lágætt og regn á jólum Veðurmaður okkara væntar lýtt og váttligt veður um jólini. Tó verður annað jólakvøld kanska eitt sindur jólaligt, sigur hann Edvard Joensen Ein lýggjan jólaaftan við lágætt og regni, er tann troystarleysa veðurforsøgnin, veðurmaður okkara kann lova okkum í ár. Petur Skeel Jacobsen væntar, at lýggjasta samdøgurið, tað, sum eftir er av árinum, verður millum tollaksmessudag og jólaaftan. Serliga um náttina. Jóladag væntar Petur Skeel, at hann gongur vesturá, og at tað kanska verður heldur kaldari. Annar jóladagur verður kanska eitt sindur jólaligur. Helst norðanfyri, heldur Petur Skeel. Tá fer hann at hækka eitt sindur meira, helst upp í útnyrðing ella norðan, og tað verður helst hvítt norðanfyri. Út á kvøldið kølir rættiliga av. Tað verður turt og klárt, og um náttina væntar Petur Skeel frost. Triðji jóladagur byrjar, sum annar endaði. Men út á dagin lækkar hann, og so verður aftur lýggjari. So einasta náttin, frost kann væntast, er triðja jólanátt. Tað, sum eftir er av árinum, væntar Petur Skeel lýkku. Nýggjársaftan verður eitt lágtrýst yvir okkum, og tað verður helst vindur. Ilt er at siga enn, hvussu ættin verður. Men regn ella ælaveður væntar Petur Skeel nýggjársnátt. So er bara at ansa eftir at halda fjúsið turt, tá skjótast skal. Tað kann henda, at tað kølir eitt lítið sindur av, tá nýggja árið er byrjað, men einki av týdningi fyribils, heldur Petur Skeel Jacobsen út frá teimum metingum, hann higartil hevur gjørt. Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Neistin aftur omaná Hondbóltur: Neistin vann avgerandi dystin móti Kyndli, og StÍF greiddi sína uppgávu móti Stjørnuni Tveir dystir í kvinnudeildini vóru í vikuskiftinum, og úrslitið av hesum dystum høvdu við sær, at StÍF fyri fyrstu ferð í ár er einsamalt á odda í kvinnudeildini. StÍF spældi leygardagin móti Stjørnuni í høllini á Skála, og tær vunnu tryggan sigur. Streymslit var leygardagin og hetta gjørdi, at allir 60 minuttirnir vóru ikki spældir. Liðini samdust um at gevast, tá tað restaðu fimm minuttir og munurin millum liðini var so stórur, at einki gjørdist hjá Stjørnuni. StÍF legði harðliga fyri og tað gjørdist beinanvegin greitt, at tær ætlaðu sær at vinna. Tær vór á odda 7-1 tá 13 minuttir vóru spældir, 11-3 tá 23 minuttir vóru spældir og í hálvleikinum var støðan 15-6. Stjørnan kláraði sostatt bert at gera seks mál móti sterku StÍF-verjuni fyrra hálva tíman. Í seinna hálvleiki gekk meiri javnt á, og Stjørnan gjørdi fleiri mál enn í fyrra hálvleiki, samstundis sum StÍF ikki hevði eins lætt spæl. Men Stjørnan kláraði ongantíð at taka seg inn á StÍF, sum helt trygga leiðslu allan dystin, og tá liðini góvust at spæla fimm minuttir fyri leiklok, var støðan 25-14 til StÍF. Neistin hevndi tapið Kyndil og Neistin spældu fyri aðru ferð í á oddadyst, og hesaferð var tað alneyðugt hjá Neistanum at vinna dystin, skuldu tær ikki detta ov langt niður á stigatalvuni. Kyndil hevði ikki alt sítt fólk við, og millum annað var Lotte Sørensen farin av landinum í jólafrí. Kyndil kom tó sea væl fra'byrjan og fyrstu 10 minuttirn var Neistin um ein háls av Kyndli. Verjan hjá teimum grønu riggaði væl og í álopinum skoraðu tær fleiri mál. Støðan var 5-0, tá Neistin fekk sítt fyrsta mál, men so tók meistaraliðið sær um reiggj, tær fingu skil á liðið og fóru fram um 6-5 eftir 10 minuttum. Í hálvleikinum var Neistin frammanfyri 10-8, og sjálvt um Kyndil gjørdi ein vørr beinanvegin í seinna hálvleiki, og stríddist óført allan dystin, kláraði Neistin at fara fram um aftur og halda leiðsluna. Inga Danberg var toppskjútti hjá Neistanum, hon gjørdi átta málum, Kára á Dunga gjørdi fimm mál og Mildið Jacobsen fýra. Hjá Kyndil var Jacklin Durhuus, sum er úr Vestmanna, men spælir í Havn, toppskjútti við seks málum og Ann Hansen gjørdi fimm. Fótbóltur '97 útkomin Fótbóltur: Sætta árið á rað er fótbóltsárbókin útkomin, og hon líkist framvegis sær sjálvum Aftur í ár fær føroyskur fótbóltur eina árbók. Fótbóltur '97 kom í vikuskiftinum í sølubúðirnar í landinum, og árbókin, sum er útkomin síðani 1992, líkist sær sjálvum. Hesaferð eru síðurnar 132 í tali, og tær eru fullar av myndum, greinum, hagtølum og yvirlitum, júst soleiðis sum vit kenna hesar árbøkurnar. Tað eru teir báðir Jóannes Hansen og Finnur Helmsdal, sum hava lagt árbókina til rættis, og forlagið Ítróttarbøkur gevur bókina út. Hestprent hevur umbrotið, gjørt reproarbeiðið og havt prentumsitingina um hendi, og Estra hevur prentað. Hetta er sættu ferð at árbókin um fótbólt kemur út, og útgevararnir siga, at nógv hava spurt eftir bókini. - Tey eru fleiri, sum siga, at bókin er karmur um minnini frá farna kappingarárinum, og tað eru vit sjálvsagt fegnir um, og hetta gevur okkum dirvi at halda fram við útgávuni av hesi árbókini, siga útgevararnir. Í nøkur ár hevur verið roynt at útgeva eina ítróttarárbók eisini, men nú er støða tikin til at steðga við hesi útgávu fyribils. Feløgini eru væl lýst Høvuðsparturin av bókini er sum vanligt lýsing av gongdini tey 18. umførini, sum landskappingin í 1. deild hjá monnum fevnir um. Og kappingarnar í 2. deild hjá monnum, 3. deild hjá monnum og 1. deild hjá kvinnum verða eisini umrøddar hvørt umfar sær. Tey einstøku feløgini, verða eisini umrødd fyri seg, og yvirlit er yvir allar spælararnar í 1. deild hjá monnum, hvussu nógvar dystir teir hava spælt, hvussu nógv mál teir hava gjørt og hvussu nógv kort teir hava fingið. Júst hesin tátturin var tikin upp í fjør, og eftir at móttøkan var sera góð, verður hildið fram við honum. Aftast í bókini eru yvirlit yvir støðurnar í teimum ymsu deildunum og fullfíggjaður málskjúttaralisti er fyri 1., 2. 3. deild hjá monnum og 1. deild hjá kvinnum. Myndirnar í bókini eru nógvar í tali, og tað eru myndamenninir hjá teimum ymsu bløðunum, sum hava tikið myndirnar. StÍF og Kyndil vunnu á botnliðunum Hondbóltur: StÍF hevði størri trupulleikar við KÍF enn Kyndil hevði við Neistanum Tvey av liðunum, sum hava blandað seg upp í oddin í mansdeildini, spældu í vikuskiftinum móti teimum báðum aftastu liðunum. Á Skála var dystur millum StÍF og KÍF, og her gekk javnt á mesta av tíðini. Kollfirðingar, sum liggja aftast í deildini, góvu strandingum harða mótstøðu, og tað var ikki fyrr enn inn í seinna hálvleik, at StÍF kláraði veruliga at fara fram um KÍF og halda leiðsluna. Tá 10 minuttir vóru eftir at spæla var støðan 30-24 til StÍF og dysturin avgjørdur. Í hálvleikinum var KÍF annars á odda 15-14, men tað endaði við, at StÍF vann 33-29. Í Havn var dystur millum grannafeløgini Neistan og Kyndil, og her gekk bert nøkunlunda javnt á í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki fór Kyndil frá Neistanum og eingin ivi var um úrslitið. Tá 10 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki var støðan 21-14 til Kyndil, og tá hevði Neistin bert gjørt eitt mál í seinna hálvleiki. Restina av dystinum helt Kyndil seg trygt frammanfyri, og teir vunnu eisini dystin við 10 málum, 33-23. Bárður Johannesen gjørdi 10 mál fyri Kyndil, og Heini Joensen, sum var við fyri fyrstu ferð í ár, gjørdi 9 mál, og Bjarni Wardum 8. Hjá Neistanum gjørdi Páll Nólsoy 7 mál og Kári Mortensen 6. StÍF tók leiðsluna - nú skal hon verjast Hondbóltur: Kvinnurnar hjá StÍF og menninir hjá VÍF eru nú á odda í 1. deild Næstseinasta umfar í grundspælinum í hondbóltskappingini hevði við sær, at bæði hjá monnum og hjá kvinnum fór eitt lið fram um hini. Tað hevur gingið sera javnt á í báðum teimum bestu kappingunum alt árið, og enn er lítið á muni millum fremstu liðini, serliga tá hugsað verður um, at eftir næsta dystin verða stigini - og havið eisini munurin - hálverað. Men menninir hjá VÍF og kvinnurnar StÍF vóru vinnararnir av 9. umfari, og hesi bæði liðini eru nú eitt fet frammanfyri øll hini. VÍF spældi fyri aðru ferð í ár ímóti H71, og hesaferð eydnaðist tað vestmenningum at vinna, eftir at hoyvíkingar gjørdu bart í Vestmanna. H71 nýtti somu ráð hesaferð, sum teir gjørdu fyrru ferð, men millum annað mansverjan av Inga Olsen forðaði ikki hesaferð VÍF í at vinna. Í hálvleikinum og gjøgnum fyrra hálvleik var tað eyðsýnt, at H71 hevði takið á VÍF, og tað var ikki fyrr enn inn í seinna hálvleik, at VÍF vendi gongdini og at enda vann tryggan sigur. Einsamøll í botninum Kyndil brúkti sín møguleika til at bróta seg fram á 2. pláss, eftir at H71 tapti leygardagin. Sunnudagin spældi Kyndil grannadyst móti Neistanum og vann greiðan sigur. StÍF og H71 hava nú 11 stig, meðan Kyndil hevur 12 stig. Skuldu stigini verið hálverað nú, hevði tað ikki gjørt mun um liðini høvdu 11 ella 12 stig, bæði tølini geva seks stig, tá tey eru hálverað. Dystirnir fara veruliga at telja, tá farið verður undir endaspælið í nýggja árinum, men stigini telja eisini nú, hóast bert helvtina í mun til í endaspælinum, og tá Kyndil og StÍF fara at spæla næsta fyrst í januar mánaði, hevur dysturin týdning fyri, hvat av liðunum skal halda fram í hølunum á VÍF. Í botninum eru Neistin og KÍF rættiliga einsamøll, og hóast tey fáa samband við hini liðini, tá stigini verða hálverað, er einki sum bendir á, at tey bæðini liðini fara at formáa meiri í endaspælinum. Og myndin, sum fer at gerast sjónligari í endaspælinum er hon, at VÍF verður á odda, Kyndil, H71 og StÍF royna at fylgja eftir, og Neistin og KÍF eru í botninum. StÍF á odda hjá kvinnunum Lagið á Neistakvinnunum var munandi betri nú tær vunnu á Kyndli í aðru royndini í ár, men veruligi vinnarin av 9. umfari í kvinnukappingini var StÍF, sum tók seg fram um Kyndil og Neistan. Sjálvar greiddu tær uppgávuna móti Stjørnuni el-svikaliga leygardagin, og tá Neistin sunnudagin setti grannarnar í Kyndli uppá pláss, vann StÍF tvey stig sammett við Kyndil og helt munin sammett við Neistan. Strandakvinnur eru tær einasta sum hava sett kílar í FM-hjolið hjá Neistanum seinastu 16 árini, og eftir tvey FM-heiti fyrr í 90'unum, er tað seinastu árini bert vorðið til líka við og næstan. StÍF hevur helst ikki eins gott lið í ár, sum tær høvdu ein part av árinum í fjør, men liðið er gott og stendur seg væl. Kyndil hevur tókst verið sterkasta liðið í kappingini í ár, men nú taptu tær fyri Neistanum, og hóast tær manglaðu stuðulsspælarar, vísti sigurin hjá Neistanum, at munurin millum havnafeløgini er ikki stórur. Seinasta umfar í grundspælinum verður sjálvandi spennandi, men tað verður nakað heilt annað, tá tvey stig verða tvey stig í endaspælinum, og stríðið millum FM-kandidatarnar fer at harðna. Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Hondbóltshagtøl Hondbóltur: Úrslit og støður Ingi Olsen skoraði átta mál fyri VÍF leygardagin. Mynd: Jens Kr. Vang 1. deild menn 9. umfar, 20. desember StÍF-KÍF 33-29 (14-15) H71-VÍF 28-34 (14-12) 21. desember Neistin-Kyndil 23-33 (13-13) Støðan 1. VÍF97-0-2279-20014 2. Kyndil96-0-3237-22312 3. StÍF95-1-3260-23511 4. H7195-1-3240-23111 5. Neistin91-2-6 206-2604 6. KÍF91-0-8205-2462 Seinasta umfar í grundspælinum 3/1 Neistin-VÍF 4/1 KÍF-H71 4/1 Kyndil-StÍF 1. deild kvinnur 9. umfar, 20. desember StÍF-Stjørnan 25-14 (15-6) 21. desember Neistin-Kyndil 22-18 (10-8) Støðan 1. StÍF98-0-1213-16416 2. Neistin97-0-2212-16114 3. Kyndil97-0-2223-18214 4. Stjørnan92-0-7171-2084 5. GÍ92-0-7189-2444 6. VB91-0-8157-2072 Seinasta umfar í grundspælinum 3/1 Neistin-Stjørnan 4/1 Kyndil-StÍF 4/1 VB-GÍ NS-Cup í Klaksvík Flogbóltur: Seinasta freist at melda seg til er 29. desember FLOGBÓLTUR: Í døgunum 10. og 11. januar verður flogbóltskapping í Klaksvík. Kappingin er fyri yngri deildir og tað er Mjølnir, sum skipar fyri. Tilmelding til kappingina skal verða gjørd áðrenn 29. desember, og kann gerast á telefon 55738. Seinni í januar mánaði verður eisini flogbóltskapping fyri tær eldru deildirnar. Ingi Olsen: Vit orkaðu betur Hondbóltur: VÍF vendi í seinna hálvleiki fullkomiliga gongdina í oddadystinum móti H71, og vann tryggan sigur Áki Olsen sveimar yvir H71-verjuni og Rógva Nielsen. Mynd: Álvur Haraldsen Vestmenningar vóru ruddiliga omaná, tá oddadysturin í mansdeildini varð spældur í Havn leygardagin. Ikki tí, H71 hevði munin í fyrra partinum av dystinum, men tá ferð kom á gestirnar úr Vestmanna eftir hálvleikssteðgin, kláraði H71 ikki at fylgja við. H71 royndi seg við somu snildum, sum tá teir vunnu á VÍF í Vestmanna fyrr í ár, men mansverjan av Inga Olsen hevði ikki somu ávirkan hesaferð, og hann var saman við Hjalmari Klein Olsen toppskjútti hjá VÍF. Hoyvíkingar komu væl frá fyrra hálvleiki, tá teir spældu væl og høvdu eydnuna við sær. Teir vóru á odda 14-12 í hálvleikinum, og teir hildu eisini leiðsluna eina løtu inn í seinna hálvleik. Men so komu meistararnir úr Vestmanna fyri seg, og eftir einari lítlari løtu høvdu teir vent dystin, fóru fram um, og øktu síðani so nógv um munin, at seinasti parturin av dystinum gjørdist als ikki spennandi. - Tað gjørdi góðan mun at Johnny Joensen kom inn á liðið hjá okkum stutt inn í seinna hálvleik og fór at mansverja Hans Guðmundsson. Tá kom alt í einum vend í og alt bar til hjá okkum, samstundis sum H71 misti alt á gólvið, sigur Ingi Olsen, spælandi venjari hjá VÍF. VÍF hevur lagt ráð upp fyri mansverjuni, sum mótsøðuliðini ofta leggja á Inga Olsen, og tað gav úrslit. Hjalmar Klein Olsen skoraði so nógv mál sum hann sjáldan ger, og sum heild gekst betur við spælinum, tá VÍF spældi 5 móti 5. - Eg haldi at vit orkaðu betur, og tá vit so fingu vent gongdini í seinna hálvleiki, gekk tað uppá stás, sigur Ingi Olsen. Metstór upphædd til Barnaansing: Klára ikki at halda tørn kortini ­ Trupulleikin veksur skjótari enn vit klára at loysa hann, hóast vit brúka so nógvar pengar til barnaansing í Havnini, sum ongantíð fyrr Tað flytir so nógv fólk til Havnar í løtuni, at Býráðið er við at koma í neyð, tí tey klára ikki at útbyggja tær almennu tænasturnar líka stkjótt, sum tørvurin veksur. Hesi seinastu tvey árini er fólkatalið í Havn vaksið næstan 700 fólk, og roknað verður við, at um nakrar heilt fáar mánaðir er fólkatalið í Tórshavnar Kommunu komið uppá 16.000 fólk. Tey flestu, sum flyta til havnar, eru ung húski við børnum, og tað leggur stórt trýst á barnaansingina. Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd hjá býráðnum, sigur, at tað er ikki dagur at børn ikki verða sett á bíðilista. Og bíðilistin bara veksur og veksur. ­ Í løtuni standa 400 børn á bíðilista at fáa ansingarpláss. Tað eru hálvt hundrað fleiri enn fyri nøkrum fáum mánaðum síðani. Næstan 8 mió meir til barnaansing Elin Lindenskov sigur, at kommunan hevur ásannað trupulleikan og ger, hvat hon kann fyri at hjálpa uppá hann. Tí hevur kommunan sett eina metstóra upphædd av á fíggjarlógini komandi ár til ymisk barnansingarendamál. Tilsamans hevur kommunan sett 35,8 milliónir av til ymisk barnaansingarendamál. Tað eru heilar 11.250.000 meiri enn í ár, tá ið samlaða upphæddin var 24.575.000 krónur. Men harafturat ætlar býráðið at byggja bylingshús inni á Gøtu til 42 børn. Til vanliga barnaansing eru 31,3 milliónir settar av komandi ár, og tað eru 7,6 milliónir meiri enn í ár, nú 23,7 milliónir eru brúktar til barnaansing. Kortini verða bara talan um ein nettovøkstur uppá 4,3 milliónir, tí tað broytta bytisprosentið, sum landsstýrið hevur boðað frá, stjelur 3,3 millión av hækkingini. Higartil hava land og kommununur betalt 30% í part av barnaansingini og foreldrini hava betalt tey síðstu 30%. Men komandi ár skulu kommunurnar betala 5% meiri, so land og kommunur betala 35% í part. Hesi eyka 5% kosta altso kommununi 3,3 milliónir og sostatt verður talan um ein nettovøkstur uppá 4,3 milliónir til vanliga barnanansing. Men harafturat er ein serlig játtan uppá 2,5 milliónir sett av til onnur ansingartilboð. Sostatt er talan um ein nettovøkstur til vanliga barnaansingina komandi ár uppá 6,8 milliónir. Hetta er umframt tað, at ætlanin er at byggja býlingshús inni á Gøtu til 42 børn. Í tí skal eisini spælistova verða til børn, sum eru í dagrøkt. Og harafturat eru virksemið hjá frítíðarskúlanum eisini økt. Higartil hevur frítíðarskúlin verið fyri børn í fyrsta flokki. Men komandi ár verður hann eisini fyri børn í 2. flokki. Tað ger, at barnatalið í frítíðarskúlanum er økt uppí 250 børn. Tað kostar 2 milliónir komandi ár. Í ár kostar frítíðarskúlin 875.000 krónur, so talan er um eina øking á tí økinum uppá 1.125.000 krónur. Sostatt hevur býráðið netto sett 7,925.000 krónur meiri av til ymisk barnaansingarendamál komandi ár, umframt tær 3,3 milliónirnar, sum hækkaða býtisprosentið kostar, tilsamans 11.225.000 krónur. Og afturat tí kemur so býlingshúsið Inni á Gøtu. Ymisk uppskot Elin Lindenskov sigur, at ymisk uppskot eru um, hvat tær 2,5 milliónirnar skulu brúkast til, sum eru settar av til aðra barnaansing. ­ Eitt ítøkiligt uppskot er um at seta skipanina í verk aftur at foreldur fingu pengar fyri at ansa børnunum. Men tað er Elin Lindenskov hart ímóti. Hon heldur, at tað er at taka ábyrgdina frá politikarunum og hon heldur eisini, at tað styðjar uppundir svarta dagrøkt og tað kann kommunan ikki vera við til. ­ Eg haldi, at vit fáa meiri pengarnar, um býráðið skipar fyri ansingini. ­ Tosað hevur verið um at gera ein kanning at vita, um foreldur høvdu tikið børnini av bíðilistanum, um tey fingu pengar útgoldnar fyri at ansa børnunum heima Men eitt annað uppskot er at byggja tey fýra "donsku^3 býlingshúsini út. Tað ber til at byggja tey út, so at tað verður pláss fyri 20 børnum afturat í hvørjum. Tey fýra "donsku^3 býlingshúsini eru tað Undir Fjalli, tað Uppi millum Gilja, tað á Ternuryggi og tað Vesturi á Flat. Tað kostar 4,8 milliónir tilsamans. ­ Men hinvegin eru nakrir býráðspolitikarir, sum vilja hava onkra heilt aðra loysn, uttan at teir tó hava sett uppskot fram um, hvat skal gerast. Makta tað ikki Elin Lindenskov sigur, at trupulleikin við barnaansing er so stórur, at tað eru lítil útlit fyri, at kommunan klárar at nøkta tørvin. ­ Tað, sum higartil er samtykt, er, at býráðið skal stovna 30 ansingarpláss um árið. ­ Men tað hava vit ásannað, er alt ov lítið til at nøkta tørvin, tí bíðilistin leypir so skjótt upp. Men trupulleikin við barnaansing er ein trupulleiki, sum býráðið raðfestir rættiliga frammaliga. Og tí sigur hon, at fyrst í komandi ári má býráðið viðgerða málið at vita, um ikki enn meiri ferð kann setast á. Størsta nøgd av hashi nakrantíð Hundurin Lassi hjá Tolleftirlitinum hevur einaferð enn víst sítt virði, tá hann fríggjakvøldið beindi starvsfelagar sínar á nógv ta størstu hashnøgdina, sum nakrantíð er funnin í Føroyum Hashhundurin Lassi hevur nøs fyri tí, sum ikki er loyvt Fríggjakvøldið funnu tollararnir í Havn tann størsta fongin av hashi, sum nakrantíð er fingin í Føroyum. Talan var um heili 33 kg. sum funnin vórðu umborð á grønlendska trolaranum Polar Raaja. Kjartan Dam Joensen, yvirtollari, sigur, at teir fóru umborð at gera eftirlit, sum vanligt er, tá skip koma hendanvegin. Við sær høvdu teir hundin Lassa, sum teir plaga. Umframt var eisini ein hundur frá løgregluni at loysa Lassa av. Tað er soleiðis, at hundurin kann møðast eins og øll onnur, og tá er gott við einum fríkorteri. Komnir umborð gjørdi Lassi beinanvegin vart við, at hann var áhugaður í ávísum rúmi umborð. So varð farið at skrúva, sigur Kjartan Dam Joensen. Tað var beinanvegin, at teir funnu hash, og so varð leitað meira nágreiniliga. Alt skipið varð endavent, og tað gingu sjey tímar frá tí, teir fóru umborð, til liðugt var. Løgreglan varð boðsend og tók sær av manningini, sum var við skipinum. Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini á Politistøðini í Havn, sigur, at menninir vóru til avhoyringar hjá løgregluni. Talan var um tríggjar føroyingar, ein grønlending og ein útlending, sum hann málbar seg. Sosialurin hevur frætt, at talan er um ein fransmann, sum er kokkur við skipinum. Føroyingarnir vórðu beinanvegin sáldaðir frá, eftir at løgreglan hevði tosað við teir. Eftir vóru so grønlendingurin og fransmaðurin. Teir vóru grundlógaravhoyrdir. Har varð grønlendingurin leyslatin, meðan fransmaðurin varð varðhaldsfongslaður í 16 dagar, meðan arbeiðið við málinum heldur fram, sigur Bergleif Brimvík. Sannlíkt er, at hendan stóra nøgdin av hashi var ætlað til Grønlands. Kjartan Dam Joensen yvirtollari sigur, at Tolleftirlitið hevur fingið áheitan úr Grønlandi um at rætta grønlendingum eina hjálpandi hond, um tað ber til. Og í hesum førinum bar tað væl til. Kjartan Dam Joensen sigur, at hetta er helst størsta nøgdin, sum nakrantíð er tikin á hesum leiðum yvirhøvur. Talan er um nógvar pengar, sum standa upp á spæl, tá soleiðis er. Løgreglan metir, at hendan nøgdin, sum nú varð tikin, hevur kostað eina knappa millión at keypa í Danmark og kundi helst verið seld í Grønlenadi fyri meira enn 13 milliónir krónur. Áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár, høvdu vit samband við Noah Nørgard, blaðmann á grønlendska blaðnum Sermitsiaq. Hann sigur, at tað dagliga er opin handil við hashi uttan fyri keypsamtøkuna í Nuuk, og at brúkið í Grønlandi er nógv. Tað mesta er í Nuuk, sigur hann. Úti á bygdunum tykist vera verri at fáa hendur á hashi, heldur Noah Nørgaard seg vita. Áki Bertholdsen Fara at betala 85 milliónir næsta ár ­ Tórshavnar kommuna fer at gera íløgur fyri 15 miljónir komandi ár, umframt íløgur í havnalagið Komandi ár fer Tórshavnar Kommuna at betala heilar 85 milliónir í rentum og avdrøgum av lánum. Hósdagin góðkendi Landsstýrið fíggjarætlanina hjá Tórshavnar kommunu, og á henni eru settar 85 milliónir av til rentur og avdrátt. Av teimum eru 51 milliónir avdráttir. So nógv hevur kommunan ongantíð betalt fyrr. Men ætlanin er, at kommunuskuldin skal betalast niður við somu ferð tey komandi árini sigur Leivur Hansen, býráðsformaður. Hann sigur, at málið hjá kommuni er, at skuldin hjá kommununi skal verða komin niður á eina álíkning, tvs, 280-290 milliónir í 2002. Í løtuni er skuldin 520 milliónir, men tá er skuldin hjá Tórshavnar Havn uppá 80 mió, ikki uppi í. Men Tórshavnar Havn hevur sína egnu fíggjarætlan, sum er leys av kommununi. Í ár hevur kommunan betalt 71,4 milliónir í rentum og avdráttum. Av teimum eru 33 milliónir avdráttir. Sostatt fer kommunan at betala 18 milliónir meiri í avdráttum komandi ár, enn í ár. Og tað vil siga, at komandi ár fer næstan 1/3 av fíggjarætlanini at betala skuld fyri. Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu komandi ár javnvigar við 287,5 milliónum. Tað eru 32,5 millión hægri enn í ár, tí nú javnvigar hon við 255 milliónum. Leivur Hansen sigur, at ein høvuðsorsøkin til hækkingina er at 14 milliónir meiri eru sett av til lánsgjøld. Annars eru 35,8 milliónir settar av til ymisk barnaansingingarendamál komandi ár. Og tað er nógv meiri enn í ár. Tað tosa vit við Elina Lindenskov, formann í sosialu nevnd, um aðrastaðni í blaðnum. Annars eru 15 milliónir settar av til íløgur. Í ár stóðu 14 milliónir til íløgur. Fyrst í komandi ári verður gjørt av, hvat pengarnir skulu brúkast til. Tó er greitt, at kanska útvið ein triðingur fer til at halda fram at gera Marknagilsvegin. Somuleiðis heldur tað umfatandi arbeiðið at víðka og fríðka kirkjugarðin fram, og tað kostar eisnini fitt av pengum. Somuleiðis skal eisini væl brúkast til kloakkir. Onki er sett av til Havnará. Men afturat teimum 15 milliónunum til íløgur, fær Tórshavnar Havn komandi ár sjey milliónir frá kommununi at seta í ein grunn til íløgur. Í ár fekk hesin grunnurin fimm milliónir. Tað tosa vit við Torfinn Smith, formann í havnanevndini, um, aðrastaðni í blaðnuum. Býráðið fer eisini at geva skúlunum ein fittan neva av pengum komandi ár. Komandi ár fáa skúlarnir í Havn 4,7 milliónir meiri enn teir fingu í ár. 25 milliónir komandi ár, afturímóti 20,3 mió í ár. Pengarnir skulu brúkast til viðlíkahald, men tað mesta skal brúkast til nýtt undirvísingartilfari, tí tað mesta er gamalt, illa farið og ótíðarhóskandi. Sleppa nú ókeypis av við alt rusk Annars er ætlanin at veita borgarunum nógv fleiri beinleiðis tænastur komandi ár, enn vanligt hevur verið. T.d. kann nevnast, at kommunan hevur sett eina millión millión av til eitt fast sjakk, sum burturtav skal hava til arbeiðis at umvæla gongubreytirnar í býnum. Harafturat er meiningin at lata borgarar sleppa av við rusk ókeypis uppi á brennistøðini. Og tað er ikki rætt, at nøgdin er avmarkað. Fólk kunnu koma við so nógvum, tey vilja - eisini tá ið tey rudda kjallaran - bara talan ikki er um rusk frá vinnurekandi. Leivur Hansen sigur ,at hetta er gjørt av umhvørvisávum og hann vónar, at tað nú aftur slepst undan at síggja teir smáu ruskrúgvurnar, sum eru farnar at liggja og rekast ymsastaðni í býunum. Hann vónar eisini, at býráðið fer at spara eitt sindur aftur á konto til rudding. Somuleiðis fer kommunan komandi ár at reinsa skorsteinarnar fyri fólk við jøvnum millumbilum ókeypis. Og somuleiðis verða rottangarnir tømdir ókeypis. Og áður er posagjaldið tikið av, so fólk fáa nú aftur ruskposar ókeypis. Vit koma skjótt í neyð av fólki sum flyta til Havnar Um heilt fá ár verður helst ráð at lækka kommunuskattin í Havn munandi. Men tað skulu vit verða ógvuliga varin við, tí tað má ikki blíva ov bíligt at búgva í Havn, afturímóti aðrastaðni. ­Tvørturímóti mugu vit flyta meiri almenna umsiting út á bygdirnar, tí gera vit ikki tað, fer Havnin at drukna í fólki. Tað flytir so nógv fólk til Havnar nú, at Leivur Hansen, býráðsformaðurin, fer skjótt at rópa varskó. ­ Havnin veksur so skjótt, at vit klára ikki at fylgja við, sigur Leivur Hansen ­ Eg rokni við, at eg einaferð í summar sleppi at ynskja borgara nummar 16.000 vælkomnum til Havnar. Landsfólkayvirlitið sigur, at bara hesi bæði seinastu árini, er fólkatalið í Havn vaksið næstan 700 fólk. Talan er mest um ung húski við børnum. 1. januar 1995 búðu 15.124 fólk í høvuðsstaðnum (og Argjum). 1. desember í ár búðu 15.809 fólk í Havn og á Argjum. ­ Vit hava einki ímóti, at Havnin veksur. Men vit mugu ikki missa tamarhaldið á støðuni. Havnin má ikki veksa skjótari enn at vit klára at skapa karmarnar, so øll verða nøgd at búgva her. ­Og heldur henda gongdin fram, verður tað ómøguligt hjá okkum at fylgja við, tí vit fáa ikki útbygt Havnina, so hon klárar at taka ímót hesum fólkastreyminum, sigur Leivur Hansen. Mugu vera varin at lækka skattin Fíggjarliga er Havnin so væl fyri, at gongur sum ætlað, verður ráð at lækka kommunuskattin munandi um nøkur heilt fá ár. Kommunur, sum skylda meiri enn tvær álíkningar sleppa ikki at lækka skattin ­Men vit í Havn betala so nógva skuld aftur hvørt ár, at gongur sum ætlað, er skuldin komin niður á eina álíkning, tvs um 280 - 290 milliónir í 2002. Tvs, at tá fær kommunan ráð og umstøður at lækka skattaprosentið munandi. Tó mælir Leivur Hansen til størsta varsemi á hesum øki. ­ Helst verður skatturin lækkaður eitt sindur. Men vit eiga at vera ógvuliga varin at lækka hann ov nógv. ­ Partvís hevur kommunan nógvar uppgávur at røkja. Partvís liggur nógv á láni, sum borgarin vil hava kommununa at gera. Hann hugsar serliga um trupulleikar við barnaansing og eldrarøkt, men eisini um neyðugar íløgur í havnalagið og um ábøtur á vegir og almennar bygningar, sum eru forfallin í kreppuárunum. Men eitt, sum eisini vigar tungt, er, at vit mugu ikki gera tað alt ov bíligt at búgva í Havn, afturímóti í øðrum kommunum. Flyta størv úr Havnini út á bygd Hann sigur, at tað er so stórur fólkastreymur til Havnar í løtuni, at kommunan megnar ikki at fylgja við gongdini og útbyggja Havnina, og tænasturnar til borgaran við somu ferð, sum fólkatalið veksur. ­ Tí verður neyðugt at leggja ein politikk, sum tálmar flytingina til Havnar. ­ Og tað gerst einans við at flyta almennar tænastur út á bygdirnar kring landið. Kommunurnar mugu byggjast út, so at tað ber til hjá ungum húskum, við útbúgvingum at liva úti um landið, so at Havnin ikki er teirra einasti møguleiki. Leivur Hansen sigur, at Tórshavnar Býráð hevur ta áskoðan, at allar almennar tænastur, sum hava við borgaran at gera, eiga at verða fluttar út um landið. Hann sigur, at hetta sjónarmið eru allar kommunurnar í Føroya Býarfelag samdar í. Føroya Býarfelag er kommunubólkurin, sum tær seks størstu býar - kommunurnar, Havnin, Klaksvík, Runavík, Tvøroyri, Vágur og Fuglafjørður, samstarva í. Kommurnar gerast til reiðar Men hinvegin er Leivur Hansen púra sannførdur um, at tað letur seg ikki gera at flyta almenna umsiting úr Havnini, út á bygdirnar, fyrrenn kommunurnar eru brynjaðar til at taka ímóti. ­ Tí er kommunusamanlegging ein fortreyt fyri, at tað ber til hjá kommununum at átaka sær fleiri almennar tænastur. Leivur Hannsen sigur, at skulu vit hugsa um at gera kommunurnar sterkar til at tær eru førar fyri at átaka sær fleiri umsitingarligar uppgávur, er neyðugt at Føroyar verða lagdar saman í einar 7-10 kommunur, sum hvør sær eru mentar at hava eina umsiting, sum ger tær førar fyri at loysa tær ymsu uppgávurnar. ­ Hin møguleikin er, at leggja støðið eftir tí, tær smáu kommunurnar - Saksun, Gjógv, ella Mykines megna at hava av tænastuveitingum. ­ Og tað vil so aftur siga, at kommunurnar koma ikki at klára nakað sum helst. Býráðsformaðurin í Havn sigur, at hansara vón er tí, at tað eftir komandi løgtingsval kemur ein sterkur ráðharri í kommunumálum í Tinganes, sum uttan drál fer undir at kommunusamanleggingina, soleiðis sum endamálið við kommunulógini er, men sum ongin hevur havt dirvið at seta í verk enn. Leivur Hansen sigur, at hann veit væl, at tað kann verða trupult at fáa kommunurnar at leggja saman. Men hann ivast kortini ikki í, at tað ber til, tí hann kann ikki hugsa sær annað, enn at meiriluti fæst fyri tí í tinginum, tí hetta er tað, tær seks størstu kommunurnar, við 28.000 av teimum 44.000 fólkunum í Føroyum, í rygginum, vilja hava.­ Og eg rokni í hvussu so er ikki við, at løgtingsmenn úr teimum plássunum, gera ímóti viljanum hjá teirra egnu kommunum. Leivur Hansen sigur, at ikki fyrrenn hetta er komið í lag, ber til at tosa um, hvussu tær ringast staddu kommunurnar kunnu hjálpast. Sveinur Poulsen Uppskotið um stuðul til útoyggjafólk er samtykt. Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um stuðul til útoyggjarnar varð samtykt í Løgtinginum í dag. Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um stuðul til útoyggjarnar varð samtykt í Løgtinginum í dag. Ætlanin við uppskotinum er í fyrsta umfari, at lata teimum fastbúgvandi í Fugloy, Svínoy, Mykinesei og í Skúvoy ferðastuðul, soleiðis at tey, uttan stóran eyka kostnað fáa fatur á fasta ferðasambandinum millum størri oyggjarnar. Henrik Old sigur í eini stuttari viðmerking, at hin ætlanin við uppskotinum er, at útlíknað tann eyka flutningskostnað, smærru oyggjarnar hava av farmaflutningi, eitt nú av olju. Spurdur um uppskoti er oyramerkt til tær fýra oyggjarnar, sigur Henrik Old, at hava hinar oyggjarnar eykakostnað av flutning av farmi og fólki, so dugir hann ikki at síggja hví tey ikki eisini kunnu fáa stuðul. - Vit fara í hvussu so er ikki at leggja okkum í vegin fyri tí, sigur hann. Roknað verður við, at uppskoti kemur at kosta landskassanum umleið eina millión krónur um árið. Fíggjarlógin til aðru viðgerð Uppskotið um løgtingsfíggjarlóg fyri 1998 var til aðru viðgerð í gjár. Fíggjarnevndin hevur býtt seg í ein minniluta, Jóannes Ejdesgaard, og í ein meiriluta við øllum hinum umboðunum í fíggjarnevndini Meirilutin í fíggjarnevndini hevur lagt álit til fíggjarlógina fram, sum hækkar yvirskotið á fíggjarlógini úr 18 mió kr. upp í 49 mió kr. Meirilutin roknar við, at inntøkurnar hjá landskassanum verða 53 mió kr. hægri enn tað, landsstýrið metti í upprunaliga uppskotinum. Samstundis hevur meirilutin gjørt broytingar á ymiskum greinum, sum samanlagt geva landskassanum eina eykaútreiðslu upp á 22 mió kr. Inntøkurnar hækkað Tað man vera hugaligur lesnaður hjá fíggjarmálaráðharranum, at síggja, at fíggjarnevndin metur, at inntøkurnar verða hægri enn tað hann hevur mett.Fíggjar- og búskapardeildin sigur í einari nýggjari meting frá november mánaða, at inntøkurnar hjá landskassanum verða 53 mió kr. hægri, enn mett varð fyrr í ár. Virksemið í landinum er økt, fíggjar- og búskapardeildin sigur, at lønarvøksturin í 1997 hevur verið 7 %. Við hesum í huga verður mett, at inntøkurnar hjá landskassanum hækka við 37 mió kr. Meirilutin í fíggjarnevndini roknar við, at útlutingin frá Føroya Banka verður uppá í minsta lagi 75. mió kr. í 1998. Landskassans partur av hesi upphædd verður tí mettur væl hægri enn fyrr. Í uppskotinum frá landsstýrinum var roknað við inntøkum uppá 32,5 mió kr, men meirilutin roknar við, at hetta tal verður 48,5 mió. Minnilutin Jóannes Ejdesgaard ger í sínum áliti vart við, at ikki alt er so gott sum tað sær út. Hann sigur, at broytingarnar í inntøkunum stava frá umstøðum, sum eru komandi og farandi, sum hann tekur til. Jóannes Ejdesgaard sigur, at hvørki Búskaparráðið og Landsbankin rokna við, at tann búskaparligi vøkstur, vit hava havt í 1997, heldur fram í 1998. Eisini vísir hann á, at avreiðingarnar av toski eru minkandi, umframt at kvoturnar í Barentshavinum eisini minka í 1998. Fólkapensiónin Allir flokkarnir í fíggjarnevndini taka undir við at hækka játtanina til pensiónslógina við 12 mió. kr. Ætlanin hevur verið at broyta lóggávuna, soleiðis at peningur kundi sparast, men onki uppskot er lagt fram enn. Nú mælir fíggjarnevndin til, at hesar ætlanir verða sleptar, og at játtanin samstundis verður hækkað við 12 mió kr. Sjúkrahúsverkið Tey trý sjúkrahúsini hava trupulleikar við at fáa teir fíggjarligu endarnar at hanga saman. Neyðugt verður við eini størri játtan, enn landsstýrið upprunaliga hevði ætlað. Meirilutin í fíggjarnevndini hevur tí játtað at økja játtanina til raksturin av sjúkrahúsunum við 7 mió krónum. Tað eru lønarútreiðslurnar sum verða størri enn væntað. Tær 7 mió verða býttar soleiðis, at Landssjúkrahúsið fær 5 mió, Klaksvíkar Sjúkrahús fær 1,2 mió og Suðuroyar Sjúkrahús 0,8 mió kr. Jóannes Ejdesgaard ger í sínum álitið vart við, at ein meirjáttan til sjúkrahúsverkið, er alneyðug. Hann kann tó ikki taka undir við háttinum hjá meirilutanum. Jóannes Ejdesgaard heldur ikki at grundarlagið fyri býtinum er rætt, og heldur, at fíggjarnevndin ístaðin skuldi havt markað upphæddirnar, eitt nú til psykiatriska viðgerð. Hann heldur, at arbeiðið hjá meirilutanum minnir mest um foreldur, sum býta út lummapengar til børnini. Tey stóru fáa meiri enn tey smærru. Íløgur í undirsjóvartunnil Meirilutin í fíggjarnevndini mælir til, at samlaðu íløgurnar á fíggjarlógini verða hækkaðar við 11,8 mió kr. Mælt verður millum annað til at hækka íløgujáttanina til Strandferðsluna við 16,8 mió kr. Størsti parturin av hesi øking verður brúktur til undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund. Á fíggjarlógini fyri 1998 verða 10,3 mió lagdar í ein grunn, sum skal brúkast til hetta arbeiðið. Meirilutin staðfestur í álitinum, at ongar lógir og reglur eru í løtuni, og skjýtir í tí sambandi upp, at ongir pengar kunnu brúkast úr grunninum, fyrr enn hesi viðurskifti eru komin upp á pláss. Jóannes Ejdesgaard er ikki samdur við meirilutanum um undirsjóvartunnilin. Hann heldur at Løgtingið fyrst skuldi fingið loyvi til at taka støðu til, um byggjast skal ella ikki. Samtykkir Løgtingið at fara undir arbeiðið, skal peningur játtast á beinleiðis fíggjarlógini, og ikki sum í hesum føri, í ein grunn. Annars heldur hann, at alt kjak um undirsjóvartunnil í løtuni er ein glantrileikur. Løgmaður, sum umsitur samferðslumál, er ikki sinnaður at gera lógararbeiðið fyri grunnin, men kann draga vágatingmenninar uppá tráð í eina tíð. Finnbogi Ísakson úr Tjóðveldisflokkinum tekur heldur ikki undir við íløguætlanum hjá meirilutanum. Hann sigur í sínum viðmerkingunum til álitið, at hann ikki metir tað vera rætt at seta pening í grunn til eitt nú undirsjóvartunnil. Hann metir ikki, at føroyski búskapurin enn er styrktur nóg mikið til at farast kann undir so stórar verkætlanir. Finnbogi Ísakson sigur tó, at hann væntar, at undirsjóvartunnlar verða gjørdir um nøkur ár. Bæði undir Vestmannasund og undir Leirvíksfjørð. Nýtt sandoyarskip Í álitinum hjá meirilutanum verður skotið upp, at játtaðar verða 6 mió kr. til umvæling og nýgerð av strandfaraskipum. Tróndur, sum siglir um Skopunarfjørð, er bæði gamal og slitin, og tí verður mett, at best er at byggja nýtt skip til hesa sigling. Meirilutin skjýtir upp at seta 1 mió kr. av til projekteringsarbeiði í sambandi við gerð av nýggjum skipi til hesa uppgávuna. Másin hevur í nógv ár røkt siglingina til Svínoyar og Fugloyar og elli er eisini fari at setast á hann. Klassin hevur kravt, at stýrhúsið, innleggingar og salongin skulu skiftast út av trygdarávum. Samstundis verður mælt til, at hann verður longdur 2 metrar, soleiðis at hann gerst róligari í sjónum. Av tí at mett verður, at skipið er so vælegnað til hesa sigling, verður mælt til at játtað 5 mió kr. til hetta arbeiðið. Uttanlandsskuldin og gjaldførið Allir flokkarnir eru samdir um, at uttanlandsskuldin er ov stór, og at hon skal niðurgjaldast. Teir eru bara ikki samdir um, hvussu hetta skal gerast. Landdstýrið skjeyt í sínum uppskoti upp at selja lánsbrøv fyri 470 mió kr. Hetta heldur meirilutin ikki vera rætt. Meirilutin heldur 270 mió vera nóg mikið. Harafturat heldur meirilutin, at tær 170 mió sum fella til gjaldingar næsta ár, skulu gjaldast av landskassanum, og ikki endurfíggjast av dønum. Jóannes Ejdesgaard ger í sínum viðmerkingum vart við, at gjaldføri landskassans er ikki so gott, sum sagt verður. Lógarkravið er 15 % av BTÚ, sum svarar til 870 mió kr. Tað er bara ikki altíð, at hetta kravið er uppfylt. Í minnilutaálitinum skjýtir hann upp, at skipast skal so fyri, at tað, sum verður tikið av gjaldføri landskassans, eigur at verða lagt í aftur við einum tilsvarandi yvirskoti á fíggjarlógini. Jóannes Ejdesgaard ger eisini vart við, at tað skal so lítil broyting til, fyri at tølini broytast skeivan veg. Rentan, sum er so øgiliga lág í løtuni, skal bara kvinkast eitt lítið sindur tann skeiva vegin, so merkir tað stórar eykaútreiðslur fyri bæði almenna og privata partin av føroyska húsarhaldinum. Í síðstu løtu Tað er í síðstu løtu, at fíggjarlógin kemur fyri aftur. Lógin skal verða samtykt áðrenn 1. januar 1998 Kjakið í Tinginum verður óivað bæði drúgt og hvast. Gera betri umstøður at taka ímóti fiski í Havn Tórshavnar Havn byggir út á Vestaru Vág so at møguleikarnir at taka ímóti fiski verða betri Tórshavnar Býráð ætlar at gera tað umstøðurnar betri at taka ímóti fiski. Tí verður í løtuni arbeitt fyri nógvar pengar á vestaru vág, har bygt verður út, og um, til fiskivinnuendamál. Torfinn Smith, formaður í býráðsins havnanevnd, vil ikki siga, hvussu nógv arbeiðast skal fyri, tí tað vandi er fyri at tað er ov vegleiðandi fyri tey, sum skulu gera tilboðini uppá arbeiðini. Fyrst í komandi ári verður liðugt at gera sjálva saltsilo^1ina. Tá ið hon er liðugt, skal sjálvt húsið gerast. Somuleiðis verður arbeitt uppá at gera atløgubryggjuna við Fiskavirking - gamla Bacalao - 30 metrar longri. Tað verður gjørt við at fylt verður út ímillum Bacalao og ískeiina og við at slætta økið. Annars er ætlanin at gera meiri atløgupláss á Viðarnesi, tí tað verður oljukei. Har skulu m.a. bátarnir liggja, sum koma við olju til Shell og Statoil og har skulu bátarnir liggja, sum bunkra olju Torfinn Smith sigur, at tað, sum mest er brúk fyri yvirhøvur, er at fáa meiri atløgupláss og, ikki minst, at fáa meiri bingjupláss. Torfinn Smith sigur, at enn er ikki nakað gjørt av, hvussu farast skal fram eystanfyri. ­ Tó er tað toluliga vist, at Býráðið fer at halda fram at byggja pakkhús á keiini, tí tað er tørvur á goymsluplássi, sigur hann. Torfinn Smith sigur, at vónandi fara tær batnaðu umstøðurnar at føra við sær, at meiri fiskivinna verður í Havnini. Nú eru tað summi sum halda, at útjaðarin í Føroyum skal eiga fiskivinnuna? ­ Ja, men vit ætla ikki at taka fiskivinnu frá nøkrum. ­ Men vit vilja fegin vera uppií. Og vit vilja fegin skapa fortreytirnar, so tað eisini ber til at arbeiða fisk í Havn, skuldi nakar havt hug til tað. ­ Havnin hevur sannliga eisini i havt eitt livandi útróðrarumhvørvi og eg hevði onki havt ímóti at fingið tað endurskapað, sigur Torfinn Smith. Løgmaður hevur alla ábyrgdina av Teista-søluni Sámal Petur í Grund hevur fingið eitt skjal frá løgmanni, har løgmaður hevur honum fulla heimild at selja Teistan. Tí er tað ikki spurningurin, um Sámal Petur í Grund hevur gjørt nakað skeivt, men um løgmaður hevur borið seg rætt at, sigur Sámal Petur í Grund, fyrrverandi landsstýrismaður Skjalið, løgmaður gav Sámal Petur í Grund, so hann einsamallur kundi avgreiða søluna av Teistanum - Eg hevði heimild at selja Teistan. Spurningurin er bara, um Edmund Joensen hevði heimild at geva mær hesa heimild. Hetta sigur Sámal Petur í Grund, fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, nú málið um Teista-søluna spøkir aftur. Tað var mikið rumbul á tingi um hetta mál, og eisini varð reist misálitisuppskot móti Sámal Peturi í Grund fyri hetta mál. Nú heva so Grannskoðanardeild Landskassans gjørt vart við, at tað ikki er vist, at landsstýrið hevði heimild at selja Teistan. Løgmaður hevur boðað frá, at hann fer at kanna málið, og nú er kanónin hjá Edmundi Joensen aftur vend móti Sámali Petur í Grund. - Fyrst nýtti hann málið um undirsjóvartunnilin til at koyra meg uppá, og nú ætlar hann eftir øllum at døma eisini at brúka málið um Teista-søluna ímóti mær, sigur Sámal Petur í Grund við Sosialin. - Tað var full semja í landsstýrinum um at selja Teistan. Hetta var eisini fult í tráð við samgonguskjalið, at hesin flutningur skuldi á privatar hendur. Sjálvur ætlaði eg, at skipast skuldi eitt alment partafelag, sum skuldi reka skipið, og tær 13 millióirnar, ið vit fingu fyri Teistan, ætlaði eg skuldu í hetta partafelag, men tað vildi tingið ikki, sigur Sámal Petur í Grund. Sámal Petur í Grund sigur, at sambært stýrsiskipanarlógini hevur landsstýrið nú víðari heimildir, og tí er ikki neyðugt longur at fara í tingið, tá hús ella skip hjá landinum skulu seljast. Hann kannaði hetta á lógardeildini áðrenn Teistin varð seldur og bað um at fáa tað skrivtligt, men tað var ikki neyðugt, fekk hann at vita av lógardeildini. - Fyri at tryggja meg heilt, og tí at italiumenninir bóðu um tað, bað eg løgmann geva mær eina váttan. Og ta váttanina fekk Sámal Petur í Grund frá løgmanni. Hon er soljóðandi: (týdd úr enskum) Til tann, ið hetta kann viðkoma Føroya Løgmaður váttar hervið, at harra Sámal Petur í Grund, føddur 26. juli 1958, er ráðharri í samskiftismálum í Føroyum. Harra Sámal Petur í Grund hevur fulla heimild til at skriva undir øll neyðug skjøl viðvíkjandi søluni av Teistanum, eisini MoA, Bills of Sale skjølum og protokol fyri latan og góðtøku. Føroya Landsstýri Løgmansskrivstovan 14. november 1996 Edmund Joensen løgmaður - Nú Grannskoðanardeildin er komnir við so nógvum viðmerkingum, so tykir tað mær løgi, at júst málið um søluna av Teistanum verður pilkað burturúr, heldur Sámal Petur í Grund, sum ikki heldur ætlanina vera aðra, enn at seta hann í ringt ljós. Edmund Joensen hevur boðað frá, at hann fer at kanna málið. T. v. s., at hann fer at biða lógardeildina, sum er undir løgmanni, kanna málið. Skjalið, sum Sosialurin í dag prentar vísir, at tað er løgmaður sjálvur, sum hevur givið Sámal Petur í Grund heimild at selja Teistan. Tí fer lógardeildin hjá løgmanni helst at kanna egna leiðara sín, løgmann, og hansara heimildir... Tað eydnaðist okkum ikki at hitta løgmann, áðrenn blaðið fór til prentingar. Internet-Sosialurin: Um nakrar fáar dagar er Óli Breckmann úti av spælinum ­ Eg skilji væl, at tað, sum Óli Breckmann sigur, fær fólk at halda, at hetta er ein ráðagerð ímóti fiskimonnum. Men so mugu fólk eisini skilja, at tað ger ikki mun, hvat Óli heldur, tí um eina viku er hann heilt úti av spælinum ­ Hatta hoyrdi ikki heima á Fólkatingi. Men annars ger tað ikki mun, hvat Óli Breckmann sigur, og, hvar hann sigur tað. Tað hevur ikki rørt formannin í Fiskimannafelagnum, Óla Jacobsen, stórvegis, at navni hansara, við eftirnavninum Breckmann, boðaði frá á Fólkatingi hósdagin, at hýrurnar hjá fiskimonnum skuldu lækka afturfyri skattalættan, teir nú fáa. Í røðu síni gjørdi Óli Breckmann tað, sum mong fakfelagsfólk halda verða báði óhóskandi, og óviðkomandi: Hann dróg sáttmálaviðurskifti ímillum tveir partar á føroyska arbeiðsmarknaðinum niður á Fólkating. Í fólkatingsrøðu síni nam føroyski fólkatingsmaðurin við ymisk viðurskifti í Føroyum, m.a. ætlaða skattalættan og segði, at hýrurnar skuldu lækka afturfyri skattalættan. Óli ger ikki mun Men hetta rørir ikki formannin í fiskimannafelagnum. ­ Hatta hoyrdi ikki heima á fólkatingsins røðarapalli. Men annars ger tað hvørki frá ella til, hvat Óli Breckmann heldur, sigur Óli Jacobsen. Hann sigur, at hann skilir væl, at orðini hjá Óla Breckmann á Fólkatingi styrkja summi í trúnni uppá, at talan er um eina politiska ráðagerð ímóti fiskimonnum. ­ Men hetta er ein ráðagerð, sum ikki letur seg gera, sigur Óli Jacobsen. Hann sigur, at Óli Breckmann, og aðrir fólkafloksmenn, kunnu halda hvat teir vilja um, hvussu gongdin í málinum skal vera frameftir. Tí teir fáa púra onga ávirkan á málið frá tí, at tað er avgreitt í tinginum. ­ Tá ið málið er avgreitt í tinginum, eru báði Óli Breckmann, og allir aðrir politikarar, heilt úti av spælinum. ­ Tí tá verður tað ein samráðingarspurningur ímillum tveir partar á arbeiðsmarknaðinum - reiðararnar og okkum og tað hava politikarar onki við at gera. ­ Og tann einasti, sum kann verða undir illgruna at kunna ávirka samráðingarnar politiskt, eri eg sjálvur. ­ Og eg eri bara ein av sjey samráðingarmonnum fyri Fiskimannafelagið, so tað nyttar onki, hvat eg sigi einsamallur. Óli Jacobsen heldur annars, at táið Óli Breckmann førir fram, at hýrurnar eru ov høgar, má hann meina við ávísar yvirmannahýrur, tí ongin kann siga, at nakrir vanligir fiskimenn forvinna órímilga nógv ­ Men skulu tær niður, verður tað eitt mál ímillum yvirmannafeløgini og reiðararnar, og tað havi eg so slett onki við at gera, sigur Óli Jacobsen. Vilhelm Johannesen Neyðugt at áseta løgtingsvalið nú! Allir føroyingar, sum annars hava valrætt, eiga at fáa møguleika fyri at nýta hendan teirra rætt. Teir eiga at fáa møguleika fyri at gera sína samfelagsligu skyldu. Tí eiga vit longu nú at gera eina semju um, nær løgtingsvalið skal verða Tann 7. juli 1998, ella um góðar seks mánaðir, eru fýra ár liðin, síðani seinasta løgtingsval varð hildið. Sambært grein 6 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya verða løgtingsmenn valdir fyri fýra ár í senn. Í somu grein í stýrisskipanarlógini stendur, at løgtingið eins væl og løgmaður kunnu, nær ið vera skal, skriva út nýval, sum hevur við sær, at tey løgtingsumboð, ið verið hava, fella burtur, tá ið nývalda løgtingið er sett. Í grein 15 í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya Løgting, verða nærri reglur ásettar, og har stendur m.a., at løgmaður kunnger valið og ásetir valdagin við í minsta lagi 6 vikur freist. Men í grein 37 í somu lóg stendur um brævatkvøður, at sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn valdagin. Minnist meg rætt, varð ein broyting gjørd í løgtingsvallógini í 1970, sum førdi við sær, at sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, ið eru staddir uttanlands, kunnu greiða atkvøðu við brævi so tíðliga sum 4 mánaðir undan valinum. Endamálið við broytingini var, at ongin ivi skuldi vera um, at fiskimenn á fjarleiðum og føroyingar í uttanlandasigling skuldu hava góðan møguleika fyri at nýta sín demokratiska rætt og at gera sína samfelagsligu skyldu. Tá ið tíðini var talan um føroyingar, sum vóru til fiskiskap í Barentshavinum, við Grønland, í Norðsjónum, á Flemich Cap o.s.fr. Eisini var talan um føroyingar, sum sigldu í danska handilsflotanum. Hetta er eisini galdandi í dag. Men umframt tað, eru vit vitandi um, at føroyskir fiskimenn nú eru á uppaftur meiri fjarskotnum leiðum. Nógvir eru í Suðuríshavinum. Aðrir eru í marokanskum sjógvi o.s.fr. Eisini eru tað føroyskir handverkarar og aðrir føroyingar, sum eru í vinnu á europeiska meginlandinum. Reglan um, at tað skal bera til at greiða atkvøðu við brævi longu fýra mánaðir áðrenn valið, er eins neyðug nú, sum hon var í 1970. Reglan er framvegis galdandi í løgtingsvallógini. Men hendir tað, at antin løgtingið ella løgmaður skriva út nýval við eini freist uppá seks vikur, verða tað fleiri av okkara landsmonnum, bæði fiskimenn á fjarleiðum, handverkarar og aðrir, ið vinna uttanlanda, og fólk í uttanlandssigling, sum ikki fáa høvið at nýta teirra valrætt. Og hetta má sjálvandi ikki henda. Vit kunnu ikki loyva okkum at taka valrættin frá fleiri av okkara samfelagsborgarum. Áðrenn nakar kann greiða brævatkvøðu her heima ella uttanlands, skulu vit prenta og senda brævatkvøðurnar til kommunurnar og løgregluna í Føroyum, til føroyskar umboðsstovur í útlondum, til danskar sendistovur, umboð fyri føroysk útgerðarfeløg í útlondum o.s.fr. Tað eru løgmaður og lógardeildin í Tinganesi, sum hava ábyrgdina av løgtingsvalum, og harvið eisini ábyrgdina av, at brævatkvøður verða gjørdar og sendar teimum, ið skulu hava hesar tøkar, tá so er, at onkur ynskir at greiða atkvøðu við brævi. Eitt er at brævatkvøðurnar eru tøkar har tær skulu vera í nóg góðari tíð. Eitt annað er, at komandi løgtingsval ikki verður útskrivað við so stuttari freist, at stórt tal av føroyingum ikki fær møguleika fyri at greiða atkvøðu. Tí eiga vit - løgmaður, landsstýrið og løgtingið, bæði samgonga og andstøða - longu nú, og í seinasta lagi beint eftir høgtíðina, at áseta ein valdag. Eftir mínum tykki skal hann ikki verða um seks vikur ella um 10 vikur. Hann skal verða um tríggjar ella fýra mánaðir, soleiðis at allir føroyingar, sum hava valrætt, fáa møguleika fyri at nýta henda demokratiska rætt og at gera sína samfelagsligu skyldu. Øll vita, at val skal verða í seinasta lagi 7. juli næsta ár. Men tann tíðin er ikki serliga hóskandi. Tað eru øll samd um. Í dag er politiska ósemjan rættiliga stór. Hon valdar bæði í samgonguni og innanflokka í fleiri samgonguflokkum. Men hóast tað, so skuldi tað borið til at gjørt eina semju um ein so sjálvsagdan spurning, sum at áseta ein valdag, ið er rímuligur fyri tey flestu. Eisini langfarafiskimenn, útisiglarar og føroyingar í útlondum. At enda vil eg takka tykkum øllum fyri brátt farna árið. Eg ynski tykkum eini góð, gleðilig og hugnalig jól og eitt gott og eyðnuberandi nýggjár og Harrans signing í árinum, sum kemur. Tann 22. desember 1997 Jógvan Fríðriksson, prestur á Gjarðanesi Orðið á ranguni - rangvørga orðið Talan, sum Jógvan Fríðriksson, prestur á Gjarðanesi, hevði fríggjadagin, tá Studentaskúlin og HF skeiðið í Eysturoy hevði jólagudstænastu í Gøtu kirkju Heilt síðani studentaskúli varð settur á stovn í Eysturoy fyri fimtan árum síðani hevur verið skipað fyri jólahaldi. Partvís í skúlanum, har tað hevur verið undirhald og framførslur av næmingum og lærarum og partvís í kirkjuni, har kór og orkestur, mannað við næmingum, hava sett dám á. Tá skúlin var við Gøtugjógv, vóru gudstænasturnar í kirkjunum, sum eru í økinum, ið skúlin fær næmingar frá. Skúlin vitjaði í kirkjunum við Skálafjørðin, á Eiði og í Klaksvík, umframt í teimum í grannalagnum. Hesi seinnu árini hevur verið skift ímillum kirkjurnar í Fuglafirði og í Gøtu, sum báðar eru so mikið stórar, at tær rúma bæði teimum á studentaskúlanum og handilsskúlanum á Kambsdali. Áðrenn farið varð í kirkju vóru tey á studentaskúlanum í ítróttarhøllini á Kambsdali. Har hava tey havt undirhald, síðani skúlin flutti frá Gøtugjógv og inn á dalin. Hetta var seinasta ferðin, tey vóru í ítróttarhøllini, tí um alt gongur sum tey roknað við, so verður høllin ella aulan, sum er í gerð, liðug í summarfrítíðini í 1998. Ríkt sang og musikklív Tað er einki at taka seg aftur í, at sangur og tónleikur eiga nógv størri part í samkomum í skúlunum, enn tey áttu fyri einum ættarliði síðani. Orsøkirnar kunnu vera fleiri, men tað er eyðsýnt, at fruktirnar av arbeiðnum, sum hevur verið gjørt í musikkskúlunum tey seinastu meiri enn tíggju árini, vísa seg í, at nógv av unga fólkinum er væl fyri at spæla og syngja. Og ein onnur orsøk er, at undir nýggju studentaskúlaskipanini eigur sangur og tónleikur størri rúm, enn undir gomlu skipanini. Nú kunnu næmingar velja tónleik bæði á miðstigi og hástigi. Eyðun á Lakjuni er tónleikalærari á Kambsdali, og hann og næmingarnir settu sín serliga dám á jólahaldið, sum var fríggjadagin. Kórið var mannað við umleið hálvt hundrað sangarum - mannfólkini vóru ikki so heilt fá - og framførslurnar við fleiri solosangarum vóru á høgum støði, kryddaðar við fjøltáttaðum undirspæli. Jógvan Fríðriksson, prestur á Gjarðarnesi, hevur øll árini undirvíst nakrar tímar í skúlanum. Hann er fastur fúsur at røða á jólahaldinum, og tað er álvarsama og hugkveikjandi talan, sum hann helt fríggjadagin, ið vit prenta niðanfyri. Orðið á ranguni - rangvørga orðið Oman úr teim høgu fjøllunum rennur áin. Viðhvørt tykist hon at vera sovnað, deyð burtur á síni endaleysu ferð. Aðrar løtur er øðrvísi, tá hon rennur sum stríður streymur. Hon floymir yvir áarbakkan og tekur alt við sær. Bilar, hús - alt hvørt um annað verður skolað burtur, tí áin er vorðin ein vatnflóð, ið skolar út um mørk og byrgingar. Eins og ein áarstreymur floyma orðini inn yvir tilveru manna. Orð um orð, og orð um tøgn. Fátt er feingi hjá fámæltum. Informatiónssamfelagið - umheimur og alheimur á skíggja. Flóðaldan skolar yvir mannasinnið. Aldan, ið tekur aldu við hond, floymur út yvir aldargamla rás og kennir áarbakkan trongan. Slóðar sær rás, har víðari ræsur í óavmarkaðari vídd liggja sum ónomið land. Orðið hevur vunnið sær hevd millum manna. Orðið er nakað í sær sjálvum, og tess vegna fær tað bestu sømdir. Hitt talaða orðið var rist inn í rúnir, høgt í klett og skrivað á talvu. Prentsmiðjur, bøkur og bløð bera tíðindi, vitan og undirhald. Tøknin setti orðið í hásætið, stenografi, telefon og fax. Áður ókendar víddir verða troyttar. Og við tøkni á alheimsstigi nemur yngra ættarliðið sær førleika. Á alheims miðum uttanfyri landa- og sjómark verður fiskað við tráðu, og tey, ið vilja verða ivaleys kasta nótina. Sjáldan ella kanska ongantíð væntar fongur. Er veiðan ikki nøktandi, slagið ikki til vildar, innihaldið ikki tað, ein søkti, so legg út á ókenda dýpið enn eina setu. Við hesum seinast nevnda verða vit spakuliga bend inn á orð sum innihald og virði. Orð hava tað við sær, at tey viðhvørt eru tóm, klingandi bjølla. Orðloysingur verður maður nevndur, ið nýtir orð við ongum innihaldi - maður, ið ikki er orðhaldin. Tóm tunna er sjáldan berari av høgari góðsku. Millum tey nógvu orðini húsast vit. Vit eru gyrd í orð, og tey tykjast týðum sum ein ófrávíkilig fortreyt - tilverunnnar kor. Samskiftið manna millum. Samskiftið millum lond og tjóðir. Bæði í viðurskiftum út- og inneftir eru orðini skapandi. Vit samskifta og samstarva, og samtalan er neyðug bæði millum fólk og tjóðir. Eisini sálarstøðan verður borin út á víðavang og skoða. Sálin verður løgd á borðið, og viðkvamar kenslur koma út úr sínum loynda króki. Kenslurnar, hesin løgni og til tíðir undirmetti veruleikin. Sálarlívið, hitt dulda dýpið av kærleika og sterkum kenslum. Orðini venda ranguna út á fólki, tað minnir ikki sørt um pátrúgv og gand, tá farið var í troyggju ella klædnaplagg, ið var rangvørt. Tey seinnu árini er stórur dentur lagdur á, at vit skulu vera før fyri at seta orð á tilveruna. Talan er um eina frígerðing av orðum, har frælsa orðavalið mangan er mál í sjálvum sær. Málsliga frígerðingin er bæði heppin og óheppin. Tað hepna er, at vit við orðum kunnu koma veruleikanum nærri, - møguliga nærri einum sannleika. Málsliga frígerðingin er eisini óheppin, tí um orðini eru mál í sjálvum sær, er vandi fyri, at innihaldið viknar. Tað royndist altíð sum ein dygd at vanda sær um orðini. Rákið í tíðini ber tann vegin, at vit skulu seta orð á kor og umstøður, seta orð á tilveruna. Vit skulu siga okkara hjartans meining. Møguliga verður í so lítil dentur lagdur á hetta at spyrja seg sjálvan, hvat ein hevur at hava sína meining í. Í øllum samskifti og tilveru manna eru stólpar, sum í sær sjálvum bera heildina. Ein slíkur stólpi er t.d. hugtakið "sannleikin". Navnorðið sannleikin ber alt tað, sum satt er. Ella sagt á annan hátt, sannleikin hvílir í sær sjálvum. Lýsingarorðið "sannur" má berast av einum stólpa. Orðið sannur er í sær sjálvum uttan týdning, so leingi tað stendur einsamalt. Fyrst tá orðið verður hildið saman við einum navnorði ella orði av navnorðsvirði fær tað meining og innihald. T.d. í setninginum: "Maðurin er sannur í síni útsøgn". Vert er at umhugsa, um vit í málsligu frígerðingini ikki kunnu læra nakað av einfaldari filosofi. Mín áskoðan kann vera sonn, um hon ikki er sannleikin. Mín áskoðan tykist sonn, tá hon er sonn fyri mær. Er so fjøldin samd við mær, tykist mín áskoðan so mikið sannari. Um tað skuldi hent, at mín áskoðan ikki longur er sonn fyri mær, ja so er sannleikavirðið í áskoðanini viknandi. At halda, meina ella trúgva eitthvørt er ikki av sær sjálvum tað sama sum, at hetta er sannleikin, tí sannleikin er sannur, sjálvt um eingin trýr honum. Sannleikin er sannur í sjálvum sær. Hetta kunnu vit hóskandi lýsa út frá søguni. Í øldir varð tað hildið fyri "satt", at jørðin var fløt. Satt er, at so varð hildið, men hetta hevur ongantíð verið sannleikin um jørðina. Hon er í sniði og skapi, sum hon hevur verið. Út frá skriftini er eitt annað dømi væl kent. Tá Jesus á sinni varð førdur fram fyri Pilatus, komu hesir báðir at tosa um sannleikan. Pilatus ynskti at fáa svar uppá spurningin, um nú Jesus veruliga var ein kongur. Jesus svarar: "So er, sum tú sigur, eg eri kongur. Til tess eri eg føddur og til tess kom eg í heimin, at eg skal vitna um sannleikan; ein og hvør, sum er av sannleikanum, hoyrir rødd mína". Pilatus spyr tá Jesus hendan djúpa klassiska spurningin: "Hvat er sannleiki". (Jóhannes 18,37f). Vit sleppa hesum áhugaverda spurninginum og staðfesta, at hann, ið segði seg at vera "sannleikan", varð krossfestur fyri sína útsøgn. Jesus varð dømdur til deyða, tí fólkið metti, at tala hansara ikki var "sonn". Sannleikin varð krossfestur. Kristna trúgvin hevur hildið fast við henda mótsetning, at sannleikin ikki verður mettur sannur at vera. Kristna trúgvin hevur í skjótt tvey túsund ár prædikað, at Jesus er sannleikin, sjálvt um fjøldin av fólkinum hevði aðra áskoðan og rópti: "Krossfest, krossfest". Eisini jólaevangeliið vísir á sama fyribrigdið, hesa tvístøðuna millum tað at vera og hetta at verða hildin fyri at vera: "Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum. - Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara". (Jóhannes 1,11f) Um jólagestin kundu vit hugleitt og viðgjørt meira gjølla spurningin: Er Jesus "sannleikin" ella bara "sannur" fyri trúgvandi? Er hann sannleikin fult og heilt? Ella er tala hansara bara sonn fyri tey, ið trúgva? Ella er tað so, sum sungið verður: "Guð er Guð, um land alt legðist oyðið, Guð er Guð, um menniskjan øll doyði". Jólagrísurin Tingmenn hava jólaskund við at framleiða valgflesk Jan Müller Gleðilig jól Jólini fáa okkum at minnast Jesusbarnið og tað, sum hetta hevur at týða, men tey eiga eisini at fáa okkum at hugsa um jørðina, sum vit bara hava fingið til láns frá okkara eftirkomarum TAÐ man løgið fyri tey flestu av okkum - at skula halda eini jól við ongum kava. Neyvan eru hetta fyrstu jólini uttan kava, men tó man tað vera eindømi, at tað er so lýtt á jólum sum júst í ár. TOSAÐ verður um ávirkanina frá dálkingini av heiminum - at hon skal vera orsøkin til, at vit nú mugu vera kavajól fyri uttan. Fara vit so í onnur herðashorn av heiminum, sum eitt nú í India, so er gongdin har beint tann øvugta. Har er óvanliga kalt. Sama er í Ruslandi. TAÐ er kanska gott tað sama, at vit júst á jólum, sum vit halda fyri at minnast Jesusbarnið og harvið eisini upphav okkara, verða mint á og ávarað um, at vit ikki røkja tað, sum okkum er givið - lænt - sum vit eiga. At vit verða mint á, at vit hava bert fingið jørðina til láns frá okkara eftirkomarum. ER tað nakað, sum vit eiga at geva gætur í eini so týdningarmiklari og eisini symbolskari tíð, sum vit vilja hava jólini at verða, so er tað nettup tann jørð, ið vit búleikast á. TAÐ skal tí verða okkara jólaynski, at mannaættin fær tikið seg um reiggj og umsitið jørðina, sum var hon bert til láns frá okkara eftirkomarum. ØLLUM okkara viðskiftafólki og øllum Føroya fólki ynskja vit eini gleðilig jól. Blaðið kemur út aftur týsdagin 30. desember. jan muller Sosialurin opið hús fyri útisetum Í sambandi við at Internet Sosialurin er tikin alment í brúk eru allir útisetar vælkomnir at støkka inn á gólvið í blaðhúsunum á Argjum mánadagin 29. desember og týsdagin 30. desember, báðar dagar millum klokkan 14 og 17. Høvi verður á stóraskíggja at síggja og hoyra, hvussu nýggi Internet Sosialurin roynist, og hvørjar tænastur hann hevur at bjóða eitt nú útisetum. Eisini vilja vit fegin hava tykkara hugsan um hetta okkara tiltak. Samtíðis er eisini møguleiki at gerast haldari av Internet Sosialinum. Vit bjóða eisini ein kaffimunn og okkurt afturvið. Onnur, sum vilja síggja Internet Sosialin á stóraskíggja, eru eisini vælkomin at støkka inn á gólvið. Blaðstjórin DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið tollaksmessudag: Stívt andøvsgul til hvassan vind,10 til 15 m/s, av landsynningi. Hann veksur upp í skrið, 15 til 20 m/s, út á kvøldið. Tað fer at regna, og hitin liggur um 8 til 10°. Veðrið jólaaftan: Fyrst regnar, men seinni klárar í. Tað verður framvegis hvassur vindur upp í skrið, 15 til 20 m/s, av landsynningi, sum gongur vesturá til útsynning og minkar niður í stívt andøvsgul, 10 m/s. Hitin fer at liggja um 7 til 9°. Veðrið jóladag: Sum frá líður strúkur í vindi eystan, 13 m/s, og regn sunnaneftir. Móti kvøldi hækkar hann upp í norðan og veksur helst vindin upp í hvassan vind, 15 m/s. Hitin liggur um 7°. Veðrið annan og triðja jóladag: Minkandi niður í stívt andøvsgul, 10m/s, av útnyrðingi. Heldur kaldari, 3 til 6° og okkurt ælið. Í gjár: Eitt hátrýst liggur framvegis yvir Russlandi, meðan eitt lágtrýst er í útsynning úr Íslandi. Í dag: Lágtrýst fara vestan eftir fram við Føroyum jólaaftansmorgun og annan jóladag. Tað verður lýtt við vindi og regni. Týsdagur 30. desember 1997 Fyrireikar nú landsoljufelag Løgmaður hevur sett nevnd at fyrireika stovnan av einum landsoljufelag Løgmaður, sum umsitur oljumál, tók beint fyri jól eitt nýtt stig í oljupolitikkinum. Hann hevur sett eina nevnd, hvørs arbeiðssetningur er at greiða og koma við tilmælum um, hvussu eitt føroyskt landsoljufelag eigur at verða skipað við atliti at ognarviðurskiftum, stýring, handilsligum og samfelagsligum stevnumiðum og leikparti tess í sambandi við ta politisku og umsitingarligu skipanina og tað privata vinnulívið. Sambart einum tíðindaskrivi frá vinnumálastýrinum er arbeiðssetningurin hjá nevndini tann sami, sum Oljuráðleggingarnevnd Landsstýrisins í frágreiðingini "Fyrireikingar til oljuleiting" mælir til, í síni niðurstøðu viðvíkjandi einum føroyskum landsoljufelag. Limirnir í nevndini eru: Arni Poulsen, vinnumálastjóri, Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, Bjarni Olsen, stjóri á Hagstovu Føroya, Malan Johannesen, fulltrúi og Jógvan Ellefsen, advokatur. Arne Poulsen er valdur til formann í nevndini. Vandi fyri at oljufeløg rýma um marknatræta endar í Haag -Eg vildi ikki verið teir føroysku politikarar, sum skulu taka avgerð um eina komandi útbjóðing við Føroyar. Tað er skilagott at bíða við eini útbjóðing, um ein kann fáa vissu fyri, at marknatrætan verður loyst innan eitt ár, men fer málið til Haag, og tað ganga 5-6 ár, til trætan verður loyst, so er vandi fyri, at nógv oljufeløg fara at gloyma alt um Føroyar heldur kanningarstjórin hjá oljufelagnum Total Óloysta marknatrætan millum Føroyar og Bretland skapar óvissu um, hvussu tað verður við ætlaðu fyrstu útbjóðing á føroyska øki. Løgmaður boðaði herfyri frá, at hann prioriteraði eina loysn í marknatrætuni hægri enn eina komandi útbjóðing til oljuleiting. Annars hevur ætlanin verið og er tað helst framvegis at lata upp fyri tí fyrsta útbjóðingarumfarinum tíðliga í 97. Tað ljóðar, at uppskot til skattalóg og annars reglur og treytir í sambandi við eina útbjóðing er um at vera liðugt. Men áðrenn nakað ítøkiligt hendir á hesum øki skal fyrst sjálv oljulóggávan samtykkjast. Tað verður helst tíðliga í januar. Spurningurin er so, hvørja ávirkan henda óvissa hevur á áhugan hjá oljufeløgunum at fara undir at leita eftir olju við Føroyar! Total enn á síðulinjuni Sosialurin hevur tosað við eitt av teimum oljufeløgunum, sum enn ikki hevur gjørt av, um tað fer at vera við í føroyska oljuuævintýrinum. Talan er um franska oljufelagið Total. Hetta felagið stendur fyri fleiri teigum vestan fyri Hetland. Felagið gjørdi eisini fyri nøkrum árum síðani seismiskar kanningar á føroyskum øki. Tony Rochester stendur á odda fyri kanningararbeiðinum hjá Total á Atlantsmótinum. Felagið gjørdi herfyri samstarvsavtalu við norska felagið Saga um at arbeiða saman á økinum vestan fyri Hetland. Total hyggur í løtuni eftir møguligum samstarvspartnarum á tí føroyska økinum og sigur Tony Rochester, at teir útiloka einki felag, heldur ikki Saga. Møguliga fara teir at taka eina avgerð í mars mánað, um teir fara at leggja seg eftir at vera við í leitingini við Føroyar og um so verður tá eisini at finna samstarvspartnarar. Óheppið Við bóðu Tony Rochester um hansara meting av støðuni, um so er at marknatrætan ikki verður loyst í bræði. Hann sigur seg ikki vera yvirbjartskygdan um tey økini við Føroyar, sum ikki eru umfatað av ósemjuni við bretar. Tvs. økini, sum føroyingar herfyri lutaðu út í eini fyribils útbjóðing. Hann heldur Hvíta økið tvs. økið millum tað, sum bretar og føroyingar hava kannað sær, verða meira attraktivt enn føroyska landgrunnin. Men Tony Rochester ger vart við, at hann byggir hesa niðurstøðu á tað sera avmarkaða arbeiði, sum Total hevur gjørt av føroyskum øki. -Eg vil gera vart við, at vit hava ikki keypt serliga nógv av seismiskum tilfari og hava sjálvir gjørt sera lítið við at kanna føroyska økið, so henda niðurstøða okkara kann skjótt broytast, um vit fara undir miðvísar kanningar. Uppá fyrispurning um óloysta marknatrætan kann vera ein stórur meinbogi fyri Føroyar, nú farast skal undir 1. útbjóðingarumfar sigur Tony Rochester, at tað sjálvandi veldst um, antin føroyingar gera av at hava eina lisensrundu, áðrenn marknatrætan er loyst ella ikki. Tað heldur hann er ógreitt í løtuni. Ein torfør avgerð -Men heldur tú, at oljufeløgini fara at umhugsa áhugan fyri Føroyum, um eingin lisensrunda verður, áðrenn marknatrætan er loyst? -Tað eg sigi her er er fyri egna rokning. Hetta er ikki ein gang tað, sum felag mítt stendur fyri. Um marknatrætan hevði verið loyst, so høvdu tit fingið nógv fleiri umsóknir í eini útbjóðing, enn um ein útbjóðing fer fram, uttan at markið er ásett. -Heldur tú harvið, at føroyskir myndugleikar kanska áttu at bíðað heilt við eini útbjóðing til marknatrætan er loyst? -Spurningurin har er, hvussu langa tíð tað fer at taka. Hetta verður ein sera torfør uppgáva hjá tykkara politikarum at loysa. Sjálvur vildi eg ikki verið í skónum hjá føroyskum politikarum. Um vit tosa um eina lutvíst stutta og avmarkaða tíð at fáa markið uppá pláss, so haldi eg tað hevði verið skilabetri av føroyskum politikarum at bíðað við at bjóða økið út. Men tosa vit um 5 til 6 ár, sum jú er ein møguleiki,um málið fer til Haag, so eri ivasamur um, hvat er best at gera. Tony Rochester sigur, at eru útlit fyri, at marknatrætan kann loysast innan fyri eitt ár, so er tað hansara persónliga meining - tað er ikki ein Total meining - at føroyskir politikarar eiga at bíða hetta árið við at bjóða út. -Men gera tit av at bíða í eitt ár og marknatrætan framvegis ikki er loyst tá, so hava tykkara politikarar fingið eina sera torføra avgerð at skula taka, og eg hevði ikki viljað vera ein av teimum, sum skal taka slíka avgerð. Tony Rochester vísir við hesum á møguleikan - ella vandan fyri - at oljufeløgini fara at leita aðrastaðir, um tað dregur ov nógv út við eini avgerð um lisensrundu á føroyskum øki. Uppá fyrispurning um oljuídnaðurin í Bretlandi leggur trýst á stjórnina fyri at fáa loyst trætuna sigur Tony Rochester seg einki kenna til tað. -Men hevur tað týdning fyri útbjóðing í bretskum øki, at eisini Hvíta økið verður partur av komandi útbjóðingum? -Eg haldi ikki, at tað hevur so stóran skund, tí tað hava longu verið fleiri útbjóðingar. Oljufeløgini hava fingið tillutað teigar, sum enn ikki eru kannaðir. -So bretar hava kanska ikki so stóran skund at fáa loyst marknatrætuna við føroyingar? -Tað eru tykkara orð, ikki míni. Total við í útbjóðing í Hvíta økinum Total er eitt av feløgunum, sum hevur fingið lutað øki vestan fyri Hetland. M.a. hevur felagið fleiri teigar tætt upp at føroyskum øki. Eitt nú í økjunum, sum liggja beint upp at teimum báðum teigunum, sum bretska stjórnin lutaði út herfyri (204, 14 og 15): Tony Rochester váttar, at Total var við í hesi útbjóðing. Felagið var eitt av teimum seks samtøkunum, sum buðu uppá nýggju teigarnar, ið liggja í tí Hvíta økinum. Tað var tó ein bólkur við Arco og Conoco, sum fekk báðar blokkarnar. Vóru teir hjá Total vónsviknir ikki at fáa annan blokkin? -Tað vil eg ikki siga, tí vit løgdu kanska ikki nóg stóra orku í at fáa blokkarnar. Tony Rochester sigur, at møguleiki er helst at finna olju í nýggja blokkinum, nú olja er funnin í grannablokkinum, sum BP umsitur. -Eg rokni við, at Arco og Conoco meta, at Suilven oljukeldan helst heldur fram inn í nýggja blokkin. Total boraði annars tveir brunnar seinasta ár vestan fyri Hetland. Báðir eru "tigh hole" tvs. at eingir upplýsingar verða latnir út. Total hevur annars ikki í hyggju at bora fleiri brunnar her í komandi ári. Onnur øki meira áhugaverd Hvat heldur so Totalstjórin um møguleikarnar hjá Føroyum at fáa oljufeløg at gera íløgur javnmett við onnur øki í heiminum -Øll oljufeløg mugu javnviga føroyska økið við onnur øki, har tey hava møguleikar. Hóast hetta økið við europeiskum eygum sær áhugavert út, so er tað ikki kappingarført við mong onnur øki uttan fyri Europa. Tað finnast nógv onnur øki kring í heiminum, sum eru meira áhugaverd fyri mong oljufeløg enn økini vestan fyri Hetland og við Føroyar. Fyri tey oljufeløg, sum ikki hava atgongd til øki aðrastaðni, er at siga, at Atlantsmótið stendur ovarliga á listanum fyri áhugaverd øki í Europa. Tony Rochester viðgongur, at tað er ikki minst takkað verið fundunum Foinaven, Schielhallion og Suilven, at áhugin fyri Atlantsmótinum er so stórur, men hann vísir á, at fyriuttan hesi fundini hava ikki verið onnur fund gjørd. Sjálvt BP hevur borað fleiri turr hol í økinum nýliga. Hann sigur, at tað enn er ov tíðliga at siga, um Atlantsmótið goymir mangar aðrar oljukeldur, og tað er heldur ikki vist, at oljufund av tí serliga slagnum, sum longu eru funnin her, verða gjørd aðrastaðni eisini, eitt nú við Føroyar. Tony Rochester viðgongur, at av tí at eingir brunnar eru boraðir á føroyskum øki og hetta tí er eitt jomfrúiligt øki, so er áhugin fyri tí er stórur. Vónirnar at finna elefantar eru gularótin. -Men vit eiga ikki at seta vónirnar ov høgt, tí hugsa vit um Barentshavið, so vóru vónirnar stórar til olju har fyri meira enn 10 árum síðani, og enn er einki funnið. Summi feløg halda føroyska økið vera áhugavert onnur ikki. Hvussu við Total! -Vit are sitting on the fence sigur kanningarstjórin hjá felagnum. Minningarorð um Heina S. Johannesen 17.03.18. - 04.10.97 Svárur var saknurin, og endaleyst tykist tómrúmið, tá ið elskaði faðir mín tann 4. oktober varð tikin heim til tað lovaða landið, har gott er at vera. Pápi var borin í heim tann 17. mars 1918 í Søldarfirði. Longu sum 4 ára gamal misti hann faðir sín, og sat mamman eftir við trimum børnum. Ikki er ilt at skilja ta neyðarstøðu, hetta heim nú var komið í, men við einum ófatiligum áræði og Guðgivnari styrki strevaðist omma gjøgnum hetta dapra tíðarskeið og bar so í bandi, at øll børn hennara komu væl undan. Tá ið pápi var 16 ára gamal, fór hann at sigla. Tey fyrstu trý árini var hann við føroyskum skipum, til hann sum 19 ára gamal fór at sigla við donskum skipum. Burturi í heimi og einamest hjá A. P. Møller sigldi pápi meginpartin av ævi síni, sæð burtur frá tí tíðarskeiði hann gekk til stýrimann í 1944 og til skipsførara í 1961 og onkrum millumbili, tá iðhann sigldi her heima. Umborð arbeiddi pápi seg upp frá tí lægsta til tann hægsta; hann hevði royndir sum kamardrongur, fýrbøtari, matrósur, stýrimaður og skipari, og høvdu hesar royndir ivaleyst við sær, at hann so væl dugdi at skilja og samstarva við skipsfelagar sínar. Í fimtiárunum vóru útmynstringarnar um 18 mánaðir langar, og var hetta í barnsins málistokki eitt nærum endaleyst tíðarskeið, men tá ið so umsíðir dagurin upprann, at pápi kom heim at ferðast, var hetta av sonnum ein gleðis- og hátíðardagur. Nú var onki óført, øll familjan fór út á >>Tjaldrið<< ella >>Drotningina<< at veittra pápa væl heimafturkomnum. Abbi, sum hevði bil, stongdi Sandgarðin og var fúsur at koyra fólk og viðføri til heim okkara í Tórfinsgøtu, har mamma hevði fyrireikað alt so væl. Áhugin fyri teimum stóru kuffertum, sum vóru borin inn á gólvið, var ringur at dylja hjá okkum, sum børn vóru, tí av royndum vistu vit, at okkurt tinganes var til okkara, og ongantíð minnist eg, at nakar var svikin. Soleiðis var pápi, honum dámdi so væl at gleða børnini, tað, sum honum sjálvum ikki lutaðist vegna trongu barnakor hansara, gav hann okkum í ríkum máli. Seinni fór eg sjálvur at sigla í sama reiðaríi, har pápi sigldi, og komi soleiðis tíðum í prát við menn, sum áður høvdu siglt saman við pápa; ein teirra málbar seg soleiðis: >>Ja, Johannes, hvis du vil leve op til din far, så har du meget at leve op til;<< her var sipað til sámiliga atburð faðirs míns. Tó at hetta eru umleið 15 ár síðan, standa hesi orð sum høgd í stein framman fyri mær enn berandi boð um, at eins og pápi var ein fyrimynd heima, so var hann tað eisini umborð. Í árini 1982 varð pápi pensioneraður og kundi nú í sorgblídni líta aftur á sítt virkisskeið, takkandi tí Almáttuga fyri at hann var spardur frá eini vátari grøv, hetta sæð í skugganum av tí tíðarskeiði, sum pápi sigldi í, fyrst undir krígnum millum minur og undan týskum torpedoum og seinni á brúnni so manga vøkunátt, tá ið havsins stormar hóttu stóra og kortini so lítla skip hansara, og øgiligir sjógvar svølgdu allari mannastyrki og vitan. Mundi pápi í slíkum løtum ikki rópa til Várharra um hjálp, og mundi hann ikki eisini vera skjótur at takka Honum, tá ið kríggið var av, og havið aftur lá í silvitni. Tá ið eg tosaði við pápa í seinastuni, bar tos hansra brá av, at hann ikki kendi seg so birgan longur, og soleiðis fyrireikaði hann meg til, at hann skjótt fór at fara frá okkum. Við brennandi vón um, at hetta ikki var so, royndi eg at eggja hann til lívsmót, kortini vitandi um og fjaldandi fyri mær sjálvum, at lívssól hansara var um at hvørva í havsbrúnni. Stutta tíð seinni, tá ið eg stóð við deyðslegu faðirs míns, tyktist tað sum um í fluttum týdningi, at skipið nú var komið á reduna og bíðaði eftir loðsinum, sum skuldi føra tað inn í ta ævigu hvílunnar havn, og tá ið pápi dró sín seinasta andadrátt, visti eg, at allir endar nú vóru fastir í landi, og at hetta - í mínum eygum so stásiliga skip - nú ekkaleyst var vágbundið í teirri havn, har jarðarinnar ódnir ikki hóttu longur. Nú kundi pápi óttaleysur ganga oman landgongina ella fara úr likami sínum og verða vegvístur til bústaðin, honum er gjørdur til reiðar. Góða mamma, má Harrin styrkja teg í hesi tíð. Latum okkum stilla stund drýpa høvur og minnast henda mann, sum við myndugleika, førleika og stórari ábyrgd setti so manga kósina út í kortið á teim sjey høvunum og sum aftan á lokna útmynstring so lítillátin, kærleiksfullur og eyðmjúkur kom heim til síni kæru, sum hann elskaði so høgt. Friður veri við minninum um elskaða faðir mín, sum telist millum teirra, sum sálmaskaldið Ambrosius Stub yrkir so vakurt um: Jóanes Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Føroyar taka seg fram á FIFA-styrkislistanum Fótbóltur: Vit eru farin 18 pláss fram síðani árslok í fjør Føroyska A-landsliðið í fótbólti tekur seg støðugt fram á styrkislistanum hjá altjóða fótbóltssamgonguni FIFA. Seinasta listin, sum verður almannagjørdur í ár kom beint fyri jól, og har eru Føroyar farnar eitt pláss fram, á pláss 117. Við árslok í fjør vóru Føroyar nummar 135, so lopið seinastu 12 mánaðirnar hevur verið 18 pláss, og tað er millum annað komið orsaka av tveimum sigrum á Malta, sum er at finna aftanfyri okkum. Vit hava annars nógvar av smáu tjóðunum aftanfyri okkum, t.d. Malta, Luxembourg, Liechtenstein og San Marino, og bert eitt pláss frammanfyri okkum, nummar 116, er Albania. Estland, sum vit vunnu góðan sigur á í ár, er nummar 100. Brasil er framvegis nummar1, Týskland nummar 2, Kekkia nummar 3, og fyri fyrstu ferð nakrantíð, er England komið heilt upp á 4. pláss. Mexico hevur eisini vunnið sær ovasta plássið nakrantíð, nú teir eru vorðnir nummar 5 og samstundis hava givið venjaranum sekkin. Fraklan d er nummar 6, Rumenia nummar 7, Danmark nummar 8, Italia nummar 9 og Columbia nummar 10. Hinar norðurlendsku tjóðirnar eru plaseraðar soleiðis: Noreg nummar 13, Svøríki nummar 18, Finland nummar 60 og Ísland nummar 72. Tilsamans 190 lond eru á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA. 1. Brasil 2. Týskland 3. Kekkia 4. England 5. Mexico 6. Frakland 7. Rumenia 8. Danmark 9. Italia 10. Columbia 13. Noreg 18. Svøríki 60. Finland 72. Ísland 100. Estland 116. Albania 117. FØROYAR 133. Malta 138. Luxembourg 158. Liecthenstein 173. San Marino Allan Simonsen: >>Eg skal skiljast<< Allan Simonsen skal skiljast frá konuni Anette, eftir at hava verið giftur við henni í 22 ár Allan Simonsen ætlar sær at halda fram sum landsliðsvenjari í Føroyum Eftir at hava verið giftur í 22 ár, skal føroyski landsliðsvenjarin Allan Simonsen skiljast frá konuni Anette. Tey bæði eru vorðin samd um at sepererast fyri seinni at blíva skild. ­ Orsaka av okkara trimum døtrum, vóni eg, at hetta kann ganga so pínuleyst fyri seg sum yvirhøvur gjørligt, segði Allan Simonsen við Ekstrablaðað mánadagin. Blaðið, sum vanliga ikki leggur fingrarnar ímillum, brúkti alla forsíðuna til søguna um, at tiltikni danski fótbóltsspælarin skal skiljast. ­ Vit hava hugsað um hetta leingi, og vit eru vorðin samd um at skiljast. Men tað hevur ikki verið lætt at taka hesa avgerðina, eftir tey nógvu, góðu árini, sum eg og Anette hava havt saman, sigur Allan Simonsen. ­ Eg rokni ikki við at hetta fer at fáa ávirkan á mítt starv sum landsliðsvenjari í Føroyum. Eg eri sera glaður fyri tað starvið, og tað ger, at eg framvegis tætt kann fylgja altjóða fótbólti. Allan Simonsen hevur longt sáttmála við FSF og skal eftir ætlan halda fram sum føroyskur landsliðsvenjari fram til 1999. Allan Simonsen býr framvegis í húsunum, sum hann og familjan búðu í. Tær tríggjar døtrarnar eru Louise, sum er 13, Bianca, sum er 15, og Camilla, sum er 20. Jólahugni Sitandi við køksborðið hyggjandi at dunganum av jólapappíri, silkibondum og plastfrasi av Taiwan og úr Hongkong, rennur mær í huga, at tann jólagávan, sum í hesi løtu verður innpakkað til ein lítlan trý ára gamlan drong, hevur mist sína meining, áðrenn hon var keypt. Tí tann jólagleðin, sum gávan var ætlað at skapa, er langt síðan farin, tá jólaaftan er komin út úr handlunum og inn í stovurnar, og skuldi eitt vet verið eftir av henni, drunkar hon í dunganum av líknandi frasi. Og um drongurin er heppin, finnur hann eina jólagávu, sum var tann einasta eina, meðan restin kundi farið í brenniovnin á Hagaleiti, uttan at hann hevði varnast tað. At síggja hann mala rundan um seg sjálva, meðan eyguni mala í heysinum á honum, er kanska stuttligt ta løtuna, men tá hann gerst í øðini triðja dag, tí at leikuhandilin er stongdur vegna vøruteljing, hevði kanska verið upp á sítt pláss, at ávaringarlúðrarnir hjá foreldrunum fóru at ýla. Tað fara teir kanska eisini, men teir verða skjótt slóktir aftur og eru í øllum førum gloymdir næstu jól. Og alt meðan hesir lítið hugaligu tankar um jólini hjá smádreinginum fara mær ígjøgnum høvdið, kemur mær til hugs, at ikki verða jólini hjá teimum vaksnu løgd til rættis á ein meira skynsamiligan hátt. Ein endaleys tuskan úr handli í handil at keypa tílíkt, sum antin verður til ovát ella burturkast. Og í øllum førum til fíggjarligar timburmenn. Og knappliga varnist eg, at tankin um at seta meg í flogfarið nýggjársdag við kós móti Singapore og til sjós er næstan vorðin tiltalandi. Skomm at siga frá. Men hvør veit, kanska havi eg fingið skattalætta, tá eg komi aftur. Og tað komi eg, stendur tað til mín. Norðoyri, Tollaksmessudag 1997 Dánjal J. Hansen Útvarps- og sjónvarpsjólasendingar fyri børn! Jólahátíðin stóra stendur fyri durum, og øll, stór og smá, gleða seg til jóla. Ella er tað nú rætt, at øll gleða seg Tað eru foreldur, sum eru undir so stórum trýsti av børnum, sum vilja hava hetta og hatta, men sum tey ikki hava ráð til. Viðhvørt hava vit varhugan av, at tey ikki eru so ovurhondsfegin, tá tey so endiliga høvdu fingið síni ynski uppfylt. Tey smáu byrja við jólakalendara, ikki bert einum, nei helst fleiri ymsar at velja í. Útvarp og sjónvarp hava stórt árin á tað, sum børnini hoyra og síggja. Eg eri persónliga vónsvikin av, at miðlarnir í ár eru við til at avkristna jólini. Hví eg haldi tað? Tað er alt, alt ov nógv nissuprát og einki um Jesusbarnið, krubbu ella einglar. Óveruligt prát upp í saman - allan desember mánaða - nissur - vættrar og so er ein væltalandi jólarotta komin (ístaðinfyri krubbuna?). Álvaratos! Latið børnini ikki missa Jesusbarnið, krubbuna ella einglarnar. Eingil bar gleðiboð: Tykkum er í dag ein frelsari føddur!!! Og tað er høvuðsendamálið. Gleðilig jól. Hanna Lisberg Takk fyri >>Jól undir eysturgrønlandi<< Takk fyri sendingina, sum gav eitt innlit í lívið umborð og tær umstøður, ið partar av sjófólki livir í og undir. Eg gleði meg til næstu sendingar. Tað, sum serliga gleddi sjómanskvinnuringarnar og okkum, sum annars starvast í Sjómansmissiónini, var jólaaftan við sangi, jólaevangeliinum og jólapakkum. Takk fyri ta stóru og vøkru umtalu av jólapakkunum og tann týdning, teir hava. Sjómanskvinnuringarnir og onnur, ið lata pakkar, tørva eitt herðaklapp fyri teirra stóra arbeiði - og tað fingu tey í sendingini. Samstundis vil eg ynskja Guðs ríku signing yvir alt fólk okkara, bæði á sjógvi og landi. Gott nýggjár í Harrans navni øll somul! Vinarliga, Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari Fiski/sjómannaskattaskipanin - Búskapur Tað er ikki smávegis viðger uppskot landsstýrisins um Fiski/sjómannaskattaskipan hevur fingið í fjølmiðlunum seinastu tíðina. Sigast kann, at útgangsstøðið fyri viðgerðum fyri tað mesta hevur snúð seg um rættleikan í at gera eina skipan fyri ein ávísan bólk, nevniliga fiskimenn. Aðrir samfelagsbólkar hava sagt seg hava sama rætt til skattalætta. Serliga er tað Sosialurin, sum hevur roynt at vent endamálinum við lóggávuni fyri at seta partarnar á arbeiðsmarknaðinum upp ímóti hvørjum øðrum. Seinasta nosið var at taka sjálvan landsbankastjóran inn í viðgerðina út frá einum landsbúskaparligum vinkli. Tað er ótrúligt, at Sigurd Poulsen letur seg brúka til at gera búskaparligar metingar av einum lógaruppskoti, har hann ger sína niðurstøðu uttan at taka høvuðsgrundgevingarnar fyri uppskotinum við í hesa niðurstøðu. Endamálið við lógaruppskotinum um skattalætta til fiski- og sjómenn er at fremja ein skattapolitikk, sum: 1. Steðgar fráflytingini av fiski- og sjómonnum, og harvið varveita núverandi skattagrundarlag so nøkulunda. 2. Skapar grundarlag fyri, at teir menn, sum eru fluttir, kunnu flyta heimaftur og gjalda skatt í Føroyum. Føroya Landsstýri hevur saman við Íslandi, Noregi, Danmark, Svøríki og Finlandi skrivað undir eina dupultskattaavtalu, sum hevur serligar reglur fyri fiskimenn úr omanfyri standandi londum, sum gongur út uppá, at ein fiskimaður umborð á einum fiskiskipi úr hesum londum verður skattaður í tí landi, har hann hevur síni lívsáhugamál. Tað vil siga, at ein føroyskur fiskimaður kann vera í vinnu umborð á einum fiskiskipi úr omanfyri standandi londum, og framvegis gjalda skatt í Føroyum. Vit hava í dag frí arbeiðsrættindi í Norðurlondum. Tað eru tí skattaviðurskiftini í hesum londum, sum eru avgerandi fyri, hvar fiskimaður velur at búseta seg. Vit hava gjørt útrokningar, sum vísa, at av 250.000,- kr. í hýru, er skatturin í : Noregi22,5% Danmark33% Føroyum49% Tað eru tí heilt klárir fyrimunir fyri fiskimenn at flyta til Noreg og Danmark av skattaávum Tað eru umleið 100 føroyskir fiskimenn fluttir til Noreg og gjalda skatt har, meðan nakað færri eru fluttir til Danmarkar. Eisini eru menn umborð á føroyskum skipum men búgva uttanlands og gjalda skatt har. Tá flestu av hesum monnum eru yvirmenn, er miðalhýran minst 300.000,- kr. um árið. Sostatt hevur Føroyar longu mist skattainntøku frá í minsta lagi 150 mans á 300.000,- kr. ella 45 mió. kr. Skatturin av hesum hevði verið 22 mió. kr. Verður onki gjørt við tillaging av okkara skattaskipan, soleiðis at hon kemur í betri samsvar við skattalógirnar rundan um okkum, er vandi fyri, at nógv fleiri fiskimenn, sum longu í dag eru uttanlands í vinnu, flyta við familju av landinum. Vit vita, at tað eru fleiri hundrað føroyingar, sum enn búgva og gjalda skatt í Føroyum, men sum sigla við øðrum norðurlendskum fiskiskipum. Fara allir hesir eisini av landinum, missa vit alt tað skattagrundarlagið eisini. Tí verður uppskotið um skattalætta lagt fram, sum hevur til endamáls at lækka skattatrýstið úr teimum 49% niður í 36% av eini inntøku uppá 250.000,- kr. Av tí at vit hava felags norðurlendskan arbeiðsmarknað, er neyðugt at gera skipanina galdandi fyri allar fastbúgvandi føroyskar fiskimenn. So til tað búskaparliga Vit hava sum longu sagt havt eina fráflyting av 150 fiskimonnum á 300.000,- kr. ella 45 mió. kr. í inntøku. Bruttoskatturin av hesi mistu inntøku er 22 mió. kr. Um 300 mans á 300.000,- kr. aftrat flyta, minkar skattskylduga inntøkan við 90 mió. kr. Skatturin av hesum er 44 mió. kr. Hesar 44 mió. kr. skulu setast upp ímóti kostnaðinum av øllum skattalættauppskotinum, sum er 42 mió. kr. Haraftrat kemur MVG v.m. av eini inntøku uppá 90 mió. kr. Koma so hinir 150 menninir heim, økist skattainntøkan frá 45 mió. kr. við 22 mió. kr. til 66 mió. kr. Harnæst fær føroyski búskapurin inntøku í fremmandum gjaldoyra uppá 135 mió. kr. í hørðum valuta, tí tað skal ongin innflutningur til fyri at skapa hesa virðisøking í búskapinum. Og hvør búskaparfrøðingur, sum hevur sett seg inn í málið, kann mæla frá hesum. Eg haldi tað vera heilt uppá sítt pláss at gera hesa skipan, sum tekur burtur tann stóra munin, sum er á okkara skattaskipan í mun til skipanir, sum eru galdandi fyri fiskimenn í okkara grannalondum. Við hesum tiltaki er betri fíggjarligt grundarlag fyri at geva skattalætta til alt Føroya fólk, og tað er endamálið. Anfinn Kallsberg landsstýrismaður Óli Jacobsen og forfylging hansara av Føroya Arbeiðarafelag Óli Jacobsen hevur nú í longri tíð brúkt nógva tíð og orku til at spilla út Føroya Arbeiðarafelag og serliga undirritaðu. Vit síggja tó, at tá Óli er mest óndsinnaður og grovur í sínum álopum á fakfelagsrørsluna, so torir hann ikki at seta sítt navn undir illgitingarnar og útspillingarnar, men fjalir seg aftan fyri sokallaða verkamannablaðið, nevnt FF-blaðið, har Óli tykist at vera tann, sum stýrir øllum. Ja, Óli er so framligur, at hann í heilari blaðgrein í FF-blaðnum frá 4. desember 1997 tekur út parta av sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og leyst frá øllum samanhangi í sáttmálanum annars leggur Føroya Arbeiðarafelag undir ikki at vilja fylgja sáttmálanum. Greinin er úr einum enda í annan fullkomuliga í tráð við tey sjónarmið, sum arbeiðsgevarafelagið førir fram, og tí er tað skilligt, hvørjum parti Óli Jacobsen er í, tá stríð er millum arbeiðsgevarar og løntakarar. Hetta er ikki nakað nýtt, tí sjálvt um tað býðir mær ímóti at fara at viðgera tey úrslit, sum Fiskimannafelagið hevur fingið við samráðingunum, so er tað ein sannroynd, at Óli Jacobsen hevur verið tann fyrsti at bakka fyri reiðarunum gjøgnum øll árini, og hann er farin so vítt, at hann fyrst í 1990-unum, beint ímóti støðuni, sum limirnir høvdu gjørt greitt á landsfundi um, at ongar forverringar av sáttmálanum kundu koma upp á tal, skrivaði undir sáttmála, har nógvir fiskimenn komu at vera nógv verri fyri enn eftir gamla sáttmálanum. Tey, sum hava áhuga í hesum kunnu lesa ársfrágreiðingina hjá Fiskimannafelagnum, sum løgd varð fram á ársfundinum tann 29. og 30. desember 1994, har Óli Jacobsen á síðu 5 viðurkennir, at"kom hesin sáttmáli at merkja skerjingar hjá fiskimonnunum í ávísum sáttmálum." At talan var um álitisbrot móti limum Fiskimannafelagsins, vísti ársfundurin, har táverandi næstformaðurin, sum nú er farin, við grátirødd bað limirnar um umbering fyri, at stjórnin hevði skrivað undir sáttmála, sum gav limunum verri sømdir enn gamli sáttmálin, hóast ársfundurin var samdur um ikki at vilja góðtaka ein verri sáttmála. Hesin næstformaður visti, hvat álit millum leiðslu og limir felagsins hevur at siga. Áðrenn Óli Jacobsen fer for langt í útspillingum sínum av Føroya Arbeiðarafelag, skal hann hugsa um, at hesar skerjingar í rættindunum hjá fiskimonnunum vórðu góðkendar av Óla Jacobsen, samstundis sum Føroya Arbeiðarafelag helt tørn, og við tógvið stríð forðaði fyri, at lønin fór eina krónu niður hjá limum Føroya Arbeiðarafelags. Limirnir í feløgunum báðum kunnu so meta um, hvørt av feløgunum verjir áhugamálini hjá limunum best. Politikarin Óli Jacobsen Eitt skal Óli Jacobsen tó eiga, og tað er, at neyvan hevur nakar fakfelagsleiðari dugað betur at sogið stuðul til reiðararnar úr landskassanum enn hann. Vit eru í dag vitni til, at hann hevur fingið borgarligu samgonguna, har hann sjálvsagt er limur í, at leggja fyri tingið uppskot um skattalætta til sjómenn. Eg havi sagt tað áður og skal endurtaka tað her, at eg unni væl sjómonnunum og kanska einamest fiskimonnunum skattalætta, men samstundis vil eg berjast fyri, at limir okkara eisini fáa skattalætta, tí munur eigur ikki at verða gjørdur á løntakarunum. At hetta uppskot til skattalætta til sjómenn er ein fjaldur stuðul til reiðararnar, er tað helst bert Óli Jacobsen, sum enn ikki hevur fatað. Avleiðingarna av hesum fjalda stuðuli kunnu vit m.a. lesa um í frágreiðingini hjá "Det rådgivende udvalg" frá november 1997, og eisini í greinini hjá Kjartan Hoydal í Dimmalætting herfyri. Formaðurin fyri reiðarafelagið hevur nú eisini alment sagt, at hann væntar at sokallaði skattalættin fer at føra við sær, at hýrurnar skulu niður. Hyggja vit tó nærri at, hvat prísurin er fyri hendan háttin at royna at skapa skattalætta fyri sjómenn (ella rættari stuðul til reiðararnar), so síggja vit, at fakfelagsleiðarin Óli Jacobsen er í samgongu, og tykist í dag fult út at stuðla hugmyndaligu sjónarmiðunum hjá m.ø. Óla Breckmann løgtingslimi fyri Fólkaflokkin. Vit, sum undrandi sita og skoða henda leik hjá formanninum í Fiskimannafelagnum, kunnu bert ásanna, at Óli Jacobsen nú stuðlar tí plitikara, sum hann gjøgnum so at siga øll 1980-árini brúkti stórar part av sínari tíð at leggja undir at umboða tað mest ódámliga í politikki yvirhøvur, og í blaðgreinum sínum samanbar hann Óla Breckmann við teir mest óhugnaligu politikararnar í Týsklandi í 1930-árunum. Hvat vísir hendan gongd so okkum føroyingum og serliga limunum í Fiskimannafelagnum? Jú, í besta føri vísir tað okkum, at Óli Jacobsn vendir sum vindurin blæsur, og sum tann opportunistur hann er, fylgir tí ráki, sum tænir honum best, uttan at skeita til hugsjónir av nøkrum slag. Hin møguleikin er, at skriving hansara í 1980-unum bert hevur verið eitt skálkaskjól, og at hann alla tíðina hevur verið líka so reaktionerur, sum tann sami Óli Breckmann, sum hann í blaðgreinum sínum hartaði. Báðir møguleikar eru í veruleikanum líka ódámligir, tí hvussu kann ein lítla á ein persón, sum altíð fylgir tí ráki, sum tænir ersónligu áhugamálum hansara best, uttan at hava nakrar hugsjónir yvirhøvur, ella sum, fyri at tekkjast limum sínum ella veljaranum, skrivar blaðgreinir, har hann kritiserar ein politikk, sum hann í veruleikanum tekur undir við. Persónforfylgjarin Óli Jacobsen Ein kann seta sær tann spurning, um Óli Jacobsen hevur tørv á altíð at hava ein ella annan persón, sum hann í blaðgreinum skal spilla út og forfylgja. Vit minnast øll, hvussu hann í 1960-árunum skrivaði um táverandi formannin í Føroya Fiskimannafelag. Hendan blaðskriving var av slíkum slag, at tey flestu av okkum mundu øtast, men endamálið var greitt - aftur persónligar ambitiónir - og Óli Jacobsen røkk málinum, sum hann hevði sett sær, uttan at hugsa um persónligu avleiðingarnar av skriving sínari. Í 1970-árunum var tað, sum nevnt frammanfyri, Óli Breckmann og Fólkaflokkurin, sum stóðu fyri skotum, men tá tað so tænir Óla Jacobsen betur, ja so fer hann í samgongu við hesum sama persóni og flokki hansara. Í 1980-árunum var tað serliga Atli Dam og Kjartan Hoydal, sum fingu toyggi frá Óla Jacobsen. Í 1990-árunum hevur tað so serliga verið undirritaða, og eisini eitt skifti danski forsætismálaráðharrin, sum herferðin varð vend ímóti. Slík framferð, sum tann sum Óli Jacobsen hevur víst móti sínum ímyndaðu fíggindum, er ring at skilja, men at maðurin hevur ringt við at stýra sær, sást gott dømi um í tinginum herfyri, har hann rópti og geylaði fyri opnari mikrofon, meðan hann í illsinni rann úr tingsalinum. Hóast slík framferð, sum tann Óli Jacobsen vísti í tinginum, kann sigast at vera óvanlig, fyri ikki at taka munnin ov fullan, so lýsir tað kanska væl lyndi hansara, og so skilir ein eisini betur framferð hansara móti teimum til eina og hvørja tíð verandi ímyndaðu fíggindum hansara. Tórshavn 18.12.1997 Ingeborg Vinther Tøkk, SvF Ofta verður funnist at SvF, sum rímiligt er, ynski um fleiri føroyskar sendingar gongur so altíð aftur. Men tær eru dýrar at gera og krevja nógva tíð. Eisini verður sagt, sum rætt er, at fjølmiðlarnir skulu vera púra sjálvstøðugir eins og dómstólarnir. Teir skulu tæna fólkinum beinleiðis. Spyrja fyri tey, fáa svar til teir spurningar, sum tey bera uppá. Nærkast >>sannleikanum<< so langt sum slepst. Men sjónvarpið eins og hinir miðlarnir eru tól, sum skulu fóðrast dagliga, tá er ikki altíð lætt at fáa alt við. Vit síggja skræðuna, men hóma viðhvørt, meir enn sum so, tað sum er undir. Nú hetta árið er liðugt eru tað fleiri enn eg, sum verða at minnast serliga tvær sendirøðir, ið standa sum prúðir stakkar í minninum. Sendingarnar um útróðurin í Grønlandi, ein frálík søgulig sending, við eggjandi boði til nútíðina, og so tær tríggjar um kreppuna og bankarnar. Hetta er til fulnar eitt føroyskt sjónvarp. Betri fær tað ikki verið. Hesar báðar sendingarnar gera, at tú ikki fær teg til at finnast at SvF í 1997. Leiðslan í sjónvarpinum eigur stóra tøkk fyri, at hon dugdi at síggja hetta og tordi. Tey, sum gjørdu sendingarnar, hava til fulnar prógvað sítt hegni og dugnaskap. Jú, lat bara tey ungu sleppa framat. Stirðil er í. Og DAGUR OG VIKA er sterkasta politiska kelda vit eiga. Henni slepst ikki undan hvørki so ella so. Tað lítla brotið við Richard Mikkelsen, sum endaði seinastu sendingina, segði alt, og verður seint gloymt. Steinbjørn B. Jacobsen Tøkk til Felagskórið Gøta/Leirvík 21. des. var eg á konsert í Gøtu kirkju. Felagskórið Gøta/Leirvík saman við solistum, lucia-gentum og hirðum vóru við til at gera kvøldið ógloymandi. Tað var eins og ein bleiv lyftur hægri upp, meðan ein sat har og lurtaði. Tit skulu hava tøkk fyri hetta. Tøkk fyri at tit leggja so nógva orku í at gera okkum áhoyrarum gerandisdagin lættari. Tí eitt vita vit, og tað er, at tað liggur eitt stórt arbeiði aftan fyri slíka framførslu. Og so kann eg ikki lata vera við at nevna unga solistin Eivør Pálsdóttir. Hennara klokkureina rødd setti prikkin yvir i-ið. Bert spell, at hvørki sjónvarp ella útvarp vóru til staðar, tí hesa løtu hevði eg unt øllum Føroya fólki. Tó høvdu nógv leitað sær í Gøtu kirkju hendan sunnudagin. Ja, í kirkjuni var neyvan stólur tomur; og var tað við til at geva hendan serliga >>stemningin<<. Tøkk til tykkum øll, ið skipaðu fyri, og ikki at gloyma kórleiðaran Hegin Kambsdal. Hasum komst tú væl frá. áhoyrari Leggja ikki trýst á kollfirðingar Skal eitt munagott samstarv verða, má endamálið vera at leggja saman ­ Vit hava ikki hoyrt frá kollfirðingum síðani í oktober. Men vit bíða, tí tað eru teir, sum eiga útspælið. Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, sigur, at Tórshavnar Kommuna fer ikki at leggja trýst á kollfirðingar. ­ Vit vildu, at báðar kommunurnar skuldu rekast eftir somu fíggjarætlan frá 1. januar, og at samanleggingin skuldi verða fullfíggjað frá 1. januar 2001, beint eftir komandi kommunuval, sigur hann. ­ Men kollfirðingar vildu ikki, at tað skuldi ganga so skjótt fyri seg. ­ Teir eru enn hugaðir fyri at samband er okkara millum. Leivur Hansen sigur, at avtalan var, at kollfirðingar skuldi venda sær til Tórshavnar kommunu við uppskotum um samstarv ímillum báðar kommunurnar. ­ Eftir, hvat eg havi skilt, eru teir m.a. áhugaðir í samstarvi á skúlaøkinum, um sløkkiliðið og um havnalagið. Fáa greitt at vita Leivur Hansen sigur, at tá ið kollfirðingar taka sambandið uppaftur við Tórshavnar Kommunu og boða frá, á hvørjum økjum teir kundu hugsa sær samstarv, má Tórshavnar Býráð hava at vita, um teir eru áhugaðir at leggja saman frá 1. januar í 2001 at rokna. ­ Tað er ein spurningurin, vit fyrst og fremst mugu fáa greiði á, sigur borgarstjórin í Havn. Hann sigur, at Tórshavnar Kommuna hevur einki ímóti at samstarva við kollfirðingar um mangt og hvat. ­ Men skulu vit undir eitt víttfevndandi samstarv, má endamálið vera at leggja saman sum frálíður. Og at lata samanleggingina byrja í smáum við samstarvi á ymsum økjum, hava vit onki ímóti, leggur hann afturat. Kollfirðingar vilja ráða sær sjálvum minst trý ár afturat Kollafjørður og Havnin verða ikki løgd saman í eina kommunu á hesum sinni. Annars var ætlanin at báðar kommunurnar skuldu leggja saman sum skjótast, men nú hava kollfirðingar biðið um tíð at umhugsa seg Ætlanin at leggja Kollafjørð og Havnina saman í eina stór-kommunu er fyribils slept. Annars varð lagt so hart út í heyst, at ætlanin var at báðar kommunurnar skuldu rekast eftir einari og somu fíggjarætlan longu frá 1. januar. Samstundis varð ætlanin at umskipa Tórshavnr Býráð, so at kollfirðingar skuldu fáa umboð í býráðið og í býráðsnevndir í Havn beinanvegin. Og samstundis skuldi býráðið í Havn fáa umboð í bygdaráðið í Kollafjørði. Tað vil siga, at í veruleikanum skuldi verða talan um eina kommunu frá 1. januar. Eftir skuldu bara vera tann formliga samanleggingin og hon skuldi vera aftaná næsta kommunuval í 2000. Men alt hetta verður nú fyribils av ongum. Vilja sjálvir í trý ár Tað er ikki ósemja ímillum báðar kommunurnar, sum er orsøkin til, at onki verður av ætlanini fyribils. Tí umboð fyri báðar kommunurnar samráddust seg á fleiri fundum í heyst fram til semju um, hvussu tey ymsu viðurskiftini ímillum Tórshavn og Kollafjørð skuldu skipast. Hesar samráðingarnar vóru lidnar í oktober. Síðani skuldi báði borgarafundur og fólkaatkvøða verða í Kollafjørði um ætlanina, og so skuldi sameinda kommunan verða veruleiki 1. januar, hóast formliga samanleggingin ikki skuldi verða fyrrenn eftir kommunuvalið í 2001. Nei, orsøkin til, at onki spyrst burturúr samanleggingini nú, er, at Kollfirðingar eru farnir at umhugsa støðuna einaferð afturat. Hans Jacob Hansen, bygdaráðsformaður í Kollafjørði, er ikki við uppá, at kollfirðingar eru farnir at himprast við. ­ Vit eru framvegis sinnaðir at leggja saman við havnina, sigur hann. Hann sigur, at skal Kollafjørður leggjast saman við aðrari kommunu, kann talan bara verða um at leggja saman við Havnini. ­ Annars hava vit hoyrt graml um, at á hægri stað er ætlanin at fáa okkum at leggja saman norðureftir, men tað fara vit at seta okkum hart ímóti. ­ Tað er onki sum helst endamál hjá okkum at leggja saman norðureftir, tí tað fáa vit onki burturúr. At lagt saman við Havnini, kundu vit fingið nakað burturúr, tí Havnin er so væl útbygt. Og nú berghol er ímillum er onki at koyra. Og Hans Jacob Hansen heldur, eisini at tað tað rættasta hjá kollfirðingum er at leggja saman við Havnini. Men tað skal bara ikki vera nú? ­ Nei, vit halda, at tað er rætt at kommunurnar eru hvør sær til hetta valskeiðið er liðugt. Tað er ruddiligari at viðurskiftini ikki verða broytt í einum valskeiði. Bygdaráðsformaðurin sigur, at borgarafundurin, og fólkaatkvøðan, sum verða skuldi, verða sum ætlað. Hann sigur, at bæði verða tíðliga komandi ár. Vilja samstarva nú Hans Jacob Hansen sigur, at hóast kollfirðingar ikki eru sinnaðir at leggja saman við stóra grannan sunnanfyri nú, eru teir kortini sinnaðir at taka upp víttfevnandi samstarv á ymsum økjum við Havnina. Hann hugsar serliga um samstarv á skúlaøkinum, samstarv um sløkkiliðið, um havnirnar og á øðrum økjum við. Á Skúlaøkinum kundu vit hugsa okkum, at okkara næmingar í framhaldsdeildini fara til Havnar. Men ikki minst kundi bygdaráðsformaðurin í Kollafjørði hugsa sær samstarv við Havnina um sløkkiliðið. ­ Vit hava ein brandbil og tvær pumpur, men ongan tangabil. ­ Eitt samstarv við Havnina um sløkkiliðið hevði tí verið ein sera stórur fyrimunur fyri okkum, sigur hann. Somuleiðis eru kollfirðingar spentur uppá, um ikki eitt samstarv kundi fingist um havnirnar. ­Kollfirðingar hava báði havn og ídnaðarøkið-sum Havnin manglar, og tað kundi gott verið, at okkurt skilagott samstarv kundi fingist um tað. Útoyggjarnar fáa nú stuðul til farmaflutning Í komandi ári verður møguligt hjá útoyggjafólki at søkja um stuðul til farmagjald av eitt nú olju, soleiðis at tey ikki skulu gjalda meir enn tey sum búgva á meginlandinum. Herfyri legði Javnaðarflokkurin uppskot fyri Løgtingið um stuðul til útoyggjarnar, til farma- og ferðafólkaflutning. Uppskotið varð samtykt við aðru viðgerð mánadagin fyri jól, og eitt sindur broytt, við triðju viðgerð leygardagin. Nú er stuðulin nevniliga ikki markaður til Svínoy, Fugloy, Mykines og Skúvoy, men til fastbúgvandi í útjaðaraøkinum. Jóannes Eidesgaard sigur í eini viðmerking, at ætlanin við uppskotinum er at útlíkna tann meirkostnað fastbúgvandi á útoyggjunum hava fyri at koma í samband við høvuðssamferðslukervið. - Veruleikin er tann, at tað kostar meir hjá einum svínoyingi at koma til Havnar, tí hann skal fyrst sigla túrin inn til Hvannasunds, og tað er henda meirkostnað vit vilja útlíkna. - Marknaðarbúskapurin er soleiðis háttaður, at tað er brúkarin sum skal gjalda, men vit halda ikki at tað er rætt, at útoyggjafólkið skal vera verri fyri at ferðast, enn vit sum búgva á fastlandinum, sigur Jóannes Eidesgaard. - Tað sama ger seg galdandi tá vit tosa um farmaflutning. Eitt nú kostar oljan 30 oyru meir í Skúvoy enn hon ger í Havn og tað er eftir okkara meting ikki rættvíst. Partur av langtíðarætlan Javnarfloksins Hvør skal umsita skipanina og hvussu umsitingin skal skipast, er ikki greitt enn. Meginparturin av øllum flutningi fer við Strandfaraskipum Landsins og allur ferðafólkaflutningur eisini. Men tað verður ein treyt, at viðkomandi skal vera fastbúgvandi í útjaðaraøkinum. - Fyri okkum hevur tað ikki so stóran týdning, um skipanin kemur í gildi fyrst í komandi ári ella eitt sindur seinni. Løgtingið hevur avgjørt at fara undir hesa stuðulsskipan, og tað hevur fyri okkum tann størsta týdningin Jóannes Eidesgaard leggur dent á, at hetta uppskoti er knýtt at upplegginum um útjaðaraøkini, sum var viðgjørt á seinasta landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum. Her var lagt upp til miðvíst at bøta um viðurskiftini hjá útoyggjunum. -Hesin parturin av landinum klárar ikki at styrkja seg sjálvan og tí er neyðugt, at teir fáa tað hjálp teimum tørvar. Hetta er nakað Javnaðarflokkurin ætlar sær at arbeiða við í framtíðini. Jóannes Eidesgaard nevnir her eisini tað ætlan um kommunusamstarv sum Javnaðarflokkurin leggur upp til. Henda ætlan samsvarar ikki við tað uppskot sum landstýrismaðurin í kommunumálum, Eilif Samuelsen arbeiðir við, men Jóannes Eidesgaard ivast ikki í, at uppskot Javnaðarfloksins er rættar leið. - Okkara uppskot leggur upp til, at kommunurnar verða tvingaðar inn í eitt samstarv heldur enn í eina samanlegging. Tá samstarvið hevur koyrt í eina tíð, ivist eg ikki í, at fleiri av kommununum síggja tað náttúrliga í at leggja saman. Tá kemur samanleggingin av egnum vilja, og eg ivist ikki í, at tað gevur eitt betri úrslit enn tvang. EINKI INTERNETSAMBAND VERIÐ HESA VIKUNA Vegna umleggingar á Telefonverkinum hevur Internetið í Føroyum ikki riggað síðani mánamorgunin. Tískil bar ikki til at dagføra ársins seinasta Sosial Orsøkin til at Internet-Sosialurin nú kemur út á netið í skerdum líki er, at tað ikki bar til at leggja Sosialin út á netið mánadagin, tá blaðið varð skrivað. Telefonverkið hevur lýst í útvarpinum við, at sambandið fór at vera óstøðugt mánadagin og týsdagin. Men ikki fyrr enn í dag (mikudag) bar til hjá okkum at fáa sambandið í lagi aftur. Tað tilfar, sum enn ikki er komið á netið, kemur seinni. Vónandi hava umleggingarnar á Telefonverkinum bøtt um internetsambandið sum heild. Sosialurin biður lesarar blaðsins orsaka slitið. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Tey mugu kóka vatnið í Hósvík Beint fyri jól fekk Hósvíkar Kommuna boð frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni um, at teir høvdu funnið bakteriur í drekkivatninum Beint fyri jól fekk Hósvíkar kommuna bræv frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um, at teir høvdu funnið bakteriur í drekkivatninum hjá teimum, og at hósvíkingar skuldu kóka vatnið áðrenn tað varð drukkið. Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður gjørdi av beinanvegin at senda avrit til øll húski í Hósvík, soleiðis at tey vórðu kunnaði um støðuna. Talan er um kampylobaktor bakteriuna, sum serliga er tengd at flogfenaði og seyði. Bakterian hevur eftir øllum at døma verið rættuliga vanlig um okkara leiðir í nógv ár, men tað er ikki fyrr enn nú, at hon er staðfest við mátingum. Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður sigur, at so vítt hann veit so kemur henda bakteria fyri í so at siga øllum yvirfladuvatni, sum ikki verður sóttreinsað. Eftir umhvørvisreglunum skal alt vatn sóttreinsast, men tað er bara ikki so. - Tað eru alt ov nógvar kommunur í landinum, har vatnið ikki verður sóttreinsað, og eftir míni meting verður umhvørvislógin ikki tikin í nóg stórum álvara. - Í Hósvíkar Bygdarráð hava vit lagt eina fasta ætlan á umhvørvisøkinum og hana ætla vit at halda. Eftir hesi ætlan verður vatnið hjá hósvíkingum sóttreinsað innan alt ov leingi. Jógvan Mørkøre sigur, at hann einki visti um kanningarnar fyrr enn hann fekk brævið beint fyri jól. Búkilska Hvat er hetta so fyri ein bakteria - hendan kampylobaktor. Birna Mørkøre av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni greiðir frá, at hon finst so at siga allastaðni, har drekkivatnið ikki er sóttreinsað, og at hon berst við fugli og seyði. - Hon finst eitt nú í høsnarungum, men av tí at allir høsnarungar vit keypa í Føroyum eru frystir, so er tað eingin trupulleiki. Bakterian tolir nevniliga ikki at verða fryst. Harafturat finst kampylobaktor eisini í mjólk sum ikki er hitaviðgjørd. Úrslitið av einari slíkari bakteriueitran er búkilska. Tað er ikki serliga stórur vandi fyri viðvarandi trupulleikum, men ansast skal serliga eftir børnum og eldri fólki sum eru veikari enn onnur. - Í 1996 vóru 15 tilburðir av kampylobaktoreitran í Føroyum. Talið hevur verið rættuliga skiftandi seinastu árini, men í fjør vóru tað rættuliga nógvir tilburðir. Mæla til varsemi Birna Mørkøre sigur, at tað er rættuliga skiftandi hvussu nógvar bakteriur eru í drekkivatninum í Føroyum. - Vit hava ikki gjørt nóg nógvar mátingar til at kunna siga tað við vissu, men hon hevur verið í Føroyum í nógv ár. Nú er tað bara staðfest við mátingum Orsøkin til, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan gjørdi mátingarnar er, at tey hava tikið ein nýggjan mátingarhátt í nýtslu, og fyri at síggja um dugur var í honum, tóku vit nakrar royndir. - Vit gjørdu seks royndir, og tríggjar av teimum vóru positivar. Tá vit vistu at kampyobaktor bakterian var í vatninum hildu vit, at vit skuldu geva kommununum boð. Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir annars til, at vit ikki loypa ótta á fólk. - Sjálvandi skal ávaringin frá okkum takast í álvara, men her talan um eina bakteriu sum hevur verið í Føroyum í nógv harrans ár. - Tað besta vit kunnu gera er at sóttreinsa alt drekkivatn í Føroyum, men tað kann taka nokkso langa tíð áðrenn tað verður til nakað, og inntil tað haldi eg, at vit skuldu "screena^3 alt okkara drekkivatn fyri slíkar bakteriur. Tá vita vit hvar vit standa, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Alment discount Postverkið var stongt fimm fylgjandi dagar um jólini. Gott nýggjár og vælkomin í oljuøldina Jan Müller Stórmál fara at eyðkenna 1998 Bankakanningin, marknatrætan, 1. útbjóðing eru nøkur av stórmálunum, sum fara at eyðkenna 98. NEYVAN nakrantíð áður hevur so nógv staðið uppá spæl hjá Føroyum, sum komandi ár ber boð um. Úrslitið av bankakanningini verður greitt, og ein ella onnur avgerð skal takast í marknatrætuni við Bretland. Aftrat hesum kemur vitjan Nyrups í Føroyum, samtykkjan av oljulóggávu, 1. útbjóðing á føroyskum øki, Heimastýrislógin verður 50 ár, og vit skulu hava bæði løgtings- og fólkatingsval. Fyri so ikki at gloyma, at vit fara inn í eitt nýtt ár við eini ikki sørt ambuteraði samgongu. MÍN sann ein stórur biti at svølgja. Spurningurin er so, hvat fer at koma burtur úr hesum stórmálum og hvussu úrslitini fara at gagna okkum! VIT kunnu kanska býta hetta upp í tveir høvuðspartar. Annar er spurningurin um eina komandi oljuvinnu og marknatrætuna við bretar. Hin er spurningurin um framtíðar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Í tí fyrra førinum skulu vit fyri tað fyrsta samtykkja oljulóggávuna. Harnæst skulu vit til at gera av, nær og hvussu tann 1. útbjóðingin skal vera, og loksins skulu vit til at fáa greiðu á, hvussu verður við markinum. HÓAST tað helst verða gjørdar einstakar broytingar í uppskotinum, so er útlit fyri, at oljulógin verður samtykt fyrst í januar. Í kjalarvørrinum á lógini skal so gerast klárt til 1. útbjóðing á føroyskum øki nakrantíð. Her eru tvinnanda trupulleikar at taka støðu til. Fyri tað fyrsta, nær ein útbjóðing kann verða, og harnæst, hvussu vit áseta skatt og aðrar treytir/reglur fyri komandi leitingini. Í hvørgum føri er talan um nakra lætta uppgávu. Tað er altíð torført at stinga út í kortið ein skatta- og avgjaldspolitikk mótivegis oljufeløgunum. Tí tú her mást viga fyrimunir og vansar upp móti hvørjum øðrum. Øðrumegin mást tú tryggja samfelagnum tess náttúrliga ágóða av eini oljuvinnu, men tú mást hinumegin heldur ikki seta oljufeløgunum so hørð krøv, at tey halda seg aftur. HÓAST marknatrætan við bretar er eitt mál, sum bæði snýr seg um fiskivinnu og oljuvinnu, so hevur júst henda træta í løtuni rættiliga óhepnar avleiðingar fyri eina komandi útbjóðing. Í ringasta føri kann hon hava við sær, at ein útbjóðing verður útsett í óvissa tíð. Enn er tó politikkurin tann, at útbjóðing skal verða í 98. Hetta eiga vit at halda fast við. HITT stóra málið eru viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Januar verður ein sannur lagnumánaður fyri Føroyar. Tá fáa vit úrslitið av bankakanningini. Tað kann ganga fleiri vegir. Eitt nú kunnu føroyingar fáa viðhald í skuldsetingunum, ella verða danir fríkendir. Ella verða tað høgg til báðar síður, soleiðis, at tað verður torført at fara víðari við eini rættarsøk. Men er tað so, at bara ein partur av teimum avdúkingum, sum komu fram í sera áhugaverdu og væl frágingnu SVF-sendingunum, er rættur og hevur hald í veruleikanum, er talan um eina sera álvarsliga álitiskreppu millum Føroyar og Danmark. Tí hvussu vit enn venda hesum og royna at skilja donsku tiltøkini, so verður ilt at koma uttan um, at danir hava gloymt alt um virðing móti einum fólki, sum er partur av teirra egna ríki. JÚST hetta við virðingini verður at viga ómetaliga tungt í hesum máli. Tí verður ilt at gera alt hetta upp í pengum, so verður helst gjørligt at fella ein dóm, sum sigur, at danir við sínum huldu- og skýmaskotspolitikki hava vanvirt føroyingar, so tað stendur eftir. Hvussu óprofessionellir og ódugnaligir vit føroyingar annars hava verið vikar eftir okkara tykki einki við henda veruleika. Nú fáa vit so at síggja. Men ríkismál verða eisini fyri í aðrar mátar. Eitt nú hevur javnaðarflokkurin lagt uppskot fyri tingið um eina broytingar í viðurskiftunum við Danmark. Nakað, sum er alneyðugt - uttan at adressan skal eita loysing her og nú. Heimastýrið fyllir 50 ár í apríl, uml. um sama mundið sum vit skulu til val. Árið 98 verður eitt lagnu ár fyri Føroyar. Sosialurin ynskir øllum viðskiftafólki eitt gott nýggjár. Blaðið kemur út aftur leygardagin 3. januar. Leygardagur 3. januar 1998 Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Gott ár fyri fiskimenn Samanumtikið var 1997 eitt gott ár fyri føroyskar fiskimenn. Sáttmálin varð bøttur, inntøkurnar hjá fiskimonnunum eru hægri enn tær vóru árið fyri, og beint fyri árslok samtykti Løgtingið at veita fiskimonnum serligan skattalætta Ársfrágreiðingin hjá Føroya Fiskimannafelag er sum verða man ein gjøgnumgongd av tí sum hent er seinasta ári. Samráingarnar við reiðarnar verða lýstar, og Óli Jacobsen er eftir øllum at døma nøgdur við tað samarbeiið, sum er millum Fiskimannafelagið og Reiarafelagi. Inntøkutrygdin hjá fiskimonnum er eisini nevnd, og her leggur formaðurin ikki fingrarnar ímillum. Hann hevur hvassliga at Ráðgevandi nevndini hjá donsku stjórnini. Hann heldur, at teir hava úttalað seg um viðurskifti sum teir ikki kenna nóg væl. Nógvar talvur og uppgerðir eru eisini í bóklinginum, m. a. ein uppgerð sum vísir broytingina í inntøkunum hjá fiskimonnum seinastu 10 árini. Betri sáttmáli enn seinast Undan seinastu sáttmálasamráðingunum hevði Fiskimannafelagið gjørt av at fáa tað aftur í sáttmálan, sum varð slakað í 1993, í sambandi við sparingarnar tá. Hetta hevur eydnast teimum, og Óli Jacobsen formaður er nøgdur við sáttmálan, sum kom burtur úr. Hvørjar eru so broytingarnar sum eru komnar í nýggja sáttmálanum? Tað er ein broyting, at menn, sum mynstra umborð við serligari ábyrgd, fáa eina serliga samsýning. Henda eykasamsýning er uppá 0,1 part. Tey skip, sum høvdu størri samsýning frammanundan, skulu varðveita hesa. Arbeiðsgevarin skal lata arbeiðsklæði til fiskimenninar móti depositum. Depositum verður afturgoldið, tá klæðini verða latin aftur. Í nýggja sáttmálan kom eisini skilagóð regla um at tað ikki er loyvt at brúka rúsdrekka og rúsevni umborð. Sagt verður í ársfrágreiðingini, at dentur skal leggjast á, at henda reglan verður hildin til fulnar. Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag komu eisini ásamt um, at standardiserað avrokningarnar og kontouppgerðina soleiðis, at tær verða lættari at skilja og at arbeiða við. Ráðgevandi nevndin fær av at vita Eins og arbeiðsfólk á landi, hava fiskimenn eisini eina inntøkurtrygging. Hjá fiskimonnum er hon sett saman av minstuløn og dagsstudningi. Henda skipan tryggjar, at fiskimenn í minsta lagi fáa tað sama, sum ein arbeiðsmaður á landi fær fyri 8 tímar arbeiðsdag. Dagsstudningurin verður minkaður lutfalsliga, tá fiskiparturin fer uppum kr. 424 um dagin, og fellur síðani burtur, tá fiskiparturin er komin uppá kr. 844 um dagin. Tað er skilligt, at inntøkutrygdin hevur stóran týdning fyri Fiskimannafelagið, og teir sum gera eina roynd at nerta við hana, fáa sínar viðmerkingar. Óli Jacobsen finst hvassliga at Ráðgevandi nevndini hjá donsku stjórnini. Óli Jacobsen heldur ikki, at nevndin hevur sett seg inn í, hvussu skipanin virkar og hvør grundgevingin er fyri, at hon er samansett, sum hon er. Óli Jacobsen sigur beinleiðis, at nevndin hevði gjørt sína niðurstøður áðrenn hon kom til Føroya, og at teir ikki vóru áhugaðir í at hoyra onnur sjónarmið. Hetta heldur Óli Jacobsen verða óheppið, serliga tí at grundgevingarnar hjá nevndini bæði eru grunnar og lættisoppakendar. Óli Jacobsen sigur í tí sambandinum, at danir skulu halda fingrarnar langt burtur frá inntøkutrygdini hjá føroyskum fiskimonnum. Inntøkurnar hækkandi Tað gongur framá hjá fiskivinnuni. Tað hava serliga politikarar staðfest seinastu tíðina. Tað sama ger Óli Jacobsen í ársfrágreiðingini. Hann sigur, at tað, sum er mest umráðandi fyri Fiskimannafelagið, er at fiskimenn fáa eina brúkiliga ársinntøku við sama dagatali, sum ein løntakari á landi. Hetta dagatal er 227. Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu nógvar dagar tey ymisku skipasløgini hava verið í sjónum, og hvussu nógv teir hava fingið burturúr. Nótarskipini og hekkutrolararnir á saltfiska- og flakaveiðu eru teir, sum hava størstu inntøkuna. Ársinntøkan hjá einum fiskimanni við nótarskipi hevur verið uml. kr. 429.000. Men so skal eisini sigast, at nótarskipini eru tey einastu, sum hava eitt fall í inntøkuni. Niðurgongdin er 8 % í mun til 1996. Men verður hugt eftir broytingini seinastu 10 árini so sæst, at inntøkan er meiri enn tvífaldað síðani 1988. Serliga var vøksturin stórur í 1994 til 1996. Hjá rækjutrolarunum er gongdin tann beint øvugta. Inntøkan hjá fiskimonnum við rækjuskipum er fallin við 35 % síðani 1988. Hetta kemst óivað av stóra prísfallinum, sum hevur verið á tí økinum. Hóast tað er inntøkan hjá rækjufiskimonnum vaksin við 9 % seinasta árið. Rækjufiskimenn eru heldur ikki so leingi burtur longur. Í 1997 vóru teir 190 dagar burtur. Størsta procentvøkstur hava ísfiskalínuskipini. Tey hava ein vøkstur uppá 20 %, og ársinntøkan er uppá uml. kr. 206.000. Skattalættin til fiskimenn Føroya Fiskimannafelag hevur í mong ár arbeitt fyri, at fáa skattalætta til føroyskar fiskimenn. Orsøkirnar fyri hesum eru fleiri. Millum annað tað, at fiskimenn eru so nógv burtur, at teir ikki fáa sama gagn av samfelagságóðum sum fólk flest. Ein onnur orsøk er, at fiskimenn skulu útgerast til fleiri mánaðar í senn, og tað kostar. Ein triðja orsøk er, heldur Fiskimannafelagið, at grannalond okkara hava tílíkar skattafyrimunir fyri sjómenn. Hetta kann gera at fleiri og fleiri fiskimenn flyta uttanlands og taka bústað har. Seinasta sjónarmiðið, sum Fiskimannafelagið ger galdandi er, at kappingin frá einari komandi oljuvinnu kann fara at enda við, at tað verður torført at manna fiskiskipini. Inntøkumøguleikarnir á landi verða væntandi uppaftur betri, enn teir eru í dag, og tað fer óivað at verða orsøkin til, at fleiri fiskimenn leggjast upp á land. Skattalættin er nú samtyktur, men tað eru verri enn so øll sum eru samd við Fiskimannafelagnum í rættleikanum fyri hesum skattafrádrátti. Sjónarmið um, at tað á henda hátt verður gjørdur munur á borgarum, hava verið frammi, og eisini hava búskaparfrøðingar tala at. Fakfeløgini á landi, sum hóttu við, at fara í verkfall, hava tikið hóttanina aftur, í fyrsta umfari í hvussu er. Tað verður spennandi at fylgja við, tá sáttmálasamráðingarnar koma fyri næstu ferð. Ikki aftur í Løgtingið Óli Jacobsen hevur nú verið formaður í Føroya Fiskimannafelag í 27 ár. Hann var burtur tað tíðarskeiðið, hann sat sum landstýrismaður, og í marts hevur hann verið formaður í 25 ár. Óli Jacobsen heldur ikki, at tað er komið tvørt fyri nakrantíð, at hann bæði hevur verið fiskimannafelagsformaður og politikari. Men fyri at sleppa undan møguligum tvístøðum hevur hann avgjørt, ikki at stilla upp aftur til næsta løgtingsval. Hann viðgongur, at hann sum politikari bara kann umboða ein part av limum sínum, og tað er ikki nóg mikið. Tað er onki at ivast í, at Óli Jacobsen hevur gjørt eitt stórt arbeiði sum fakfelagsformaður. Tað sást tíðuliga í heyst, tá hann bleiv afturvaldur til sítt 10. skeið sum formaður. Tað er í sjálvum sær einastandandi. Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Enniberg hevur landað størstu svartkalvalastina nakrantíð Enniberg var beint fyri ársskiftið inni í Corner Brook í New Foundlandi við góðu túsund tonsum av frystum svartkalva, sum teir høvdu fiskað fyri kanadiskt felag Enniberg, sum hevur fiskað svartkalva fyri eitt kanadiskt felag, hevur landað størstu svartkalvalastina nakrantíð, 1.039 tons, í Corner Brook í New Foundlandi. Hetta er tó ikki størsta nøgdin, sum verið hevur í skipinum, sigur Mortan Johannesen, sum eigur skipið. Teir hava havt 1.300 tons í einaferð. Men tað var saltfiskur, sigur hann. Onkur rættiliga góður svartkalvatúrur hevur verið fyrr. Oman fyri 900 tons hava teir onkuntíð verið, men hesin túrurin er kanska tann størsti, sum nakað skip hevur gjørt eftir svartkalva yvirhøvur. Svartkalvin verður avhøvdaður og frystur umborð. Mortan Johannesen, reiðari, sigur, at túrurin var skjótur, og fiskurin nógvur, og tí ber helst til at fáa nøkur oyru burturúr. Um ikki so var, hevði einki serligt verið burturúr, tí prísurin er heldur lágur, letur hann at. Royna annað Enniberg fiskar vanliga eystan fyri. Tað vil siga í Barentshavinum. Men sum rímuligt er, er neyðugt at vera úti um seg, skal bera til at liva av fiskiskapi. So reiðaríðið hevur gjørt avtalu við eitt kanadiskt felag um at fiska av teirra svartkalvakvotu. Hetta verður gjørt fyri fastan prís, sigur Mortan Johannesen. Tað vil siga, at Enniberg fiskar og førir fiskin til lands. Restina klára kanadiumenninir. Um teir so fáa meira ella minni fyri veiðuna, tá hon verður seld, ávirkar ikki prísin hjá Ennibergi. Mortan Johannesen sigur, at kanadiska kvotan nú er uppfiskað, og at Enniberg helst fer at koma hendan vegin aftur nakað skjótt. Tó var ætlanin at kasta á Flemmish Cap, helst í gjár, til tess at vita, um nakað er at fáa av kvotuni, vit eiga har yviri. Kvotabýtið Um úrslitið av samráðingunum um fiskirættindini eystan fyri, sigur Mortan Johannesen, at tað ger ikki tann stóra munin, um vit eru nøgdir við heildarkvotuna ella ikki. Men hann harmast um, at teir, sum so at siga eiga tey søguligu rættindini til kvotuna í Barentshavinum, ikki fáa hana, alla sum hon er. Tað hava altíð verið teir somu, sum hava roynt har eysturi. Og tá illa stóð til við fiski, bara teir somu. Men nú, eitt sindur frægari hevur sæð út, hava aðrir fingið burtur av, hóast teir >>tradionellu<< saktans høvdu klárað at røkt hendan fiskiskapin.. Ljósafelli eystanfyri Nú Enniberg hevur verið vestan fyri, hevur hitt skipið hjá Mortani Johannesen, Ljósafelli, verið í Barentshavinum og fiskað av teirri kvotuni, sum Enniberg fór frá. Mortan Johannesen letur at, at fiskiskapurin hevur verið heldur smáligur har eysturi seinastu tíðina. Ljósafelli er nýliga umbygdur soleiðis, at skipið nú er útgjørt sum frystiskip burturav. Teir skera flak og frysta umborð. Ljósafelli er umbygdur, og tað hevur kostað nógvar pengar, so tann íløgan er rímuligt nakað, sum tyngir, sigur Mortan Johannesen. Djúpa vatnið Annars hevur Ljósafelli í nøkur ár fiskað meira ótradionelt. Teir hava roynt eftir djúpvatnsfiski á Hattonbanka. Men tað mynstrið, við at ísa umborð, varð ov dýrt, sigur Mortan Johannesen. Tað nógva av inntøkuni fór út aftur gjøgnum skortsteinin, tí ov nógv sigling var. Kortini hava teir ikki heilt slept hesum. Nú, Ljósafelli er útgjørdur til frysting umborð, ber til at skera flak av hesum fiskinum og frysta. Tað er ætlanin at royna hetta, sigur Mortan Johannesen. Men eisini á Hattonbanka er fiskiskapurin minkaður seinastu árini. Og teir fronsku trolararnir, sum plagdu at royna á leiðini, eru eisini vorðnir ódrúgvari í seinastuni, sigur Mortan Johannesen. Útlitini Onkur er, sum longu nú er farin at tosa um góð útlit fyri fiskaprísum í 1998. Men her heldur Mortan Johannesen, at nógvir faktorar kunnu fara at spæla inn. Í løtuni er ikki tann stóra nøgdin væntandi, tí kunnu keyparar kanska tosa um góðan prís. Men russar byggja nógv nýggj skip, sigur Mortan Johannesen. Og fara teir at tveita alla teirra veiðu á bretska marknaðin, man tað fara at merkjast í prísunum, heldur hann og mælir til at taka tað eitt sindur róligt. Um árið, ið júst er farið, sigur Mortan Johannesen, at hjá Ennibergi og Ljósafelli gekk tað soleiðis, at tað fekst fyri raksturin. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Guðrun Gaard Tó, lurta - grasið á grøvini grør J. H. O. Djurhuus III, Hanus Andreasen, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1997. J. H. O. Djurhuus III, Hanus Andreasen, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1997. Triðja og seinasta bókin í bókaverkinum um stórskald okkara J. H. O. Djurhuus, kom út beint uppundir jól. Tað er ikki hissini bókaverk, ið við hesi seinastu bókini nú er liðugt. Tær tríggjar bøkurnar eru stórverk, sum við stóru umsorgan síni fyri tí neyva kanningararbeiðinum eru bókmentasøgulig dokument við ómissandi virði. Neyvleikin í frásøgnini eyðkennir alla hesa triðju bókina, sum lýsir tíðarskeiðið 1929-1948 í lívi Janusar. Tað gevur at bíta, longu á teimum allarfyrstu síðunum, har Hanus skrivar um dómin, J. H. O. fekk fyri roknskaparsvik í 1929 og tíðina, hann so sat í Vestre Fængsel. Hanus Andreassen hevur kannað øll viðurskifti, sum kunnu siga frá hesum dapra tíðarbili í lív Janusar, so væl, at vit sum lesarar eru hjá honum har. Vit síggja umstøðurnar fyri okkum, vit kenna dagsins gongd og vit fáa enntá at vita, at Janus fekk átalu fyri at >>skriva vers<< á pappírið, sum fangarnir fingu útflýggjað! Bókin er býtt sundur í tíðarskeið. Fyrst 1929 -34, sum byrjar í Vestre Fængsel og endar í Avebode, kleystrinum í Belgia, har Janus vistaðist ein mánaða í 1932. Greitt verður í hesum tíðarskeiðnum frá m.ø eisini einari tíð á Bornholm og frá samlívinum við Rigmor í íbúðini í Breiðugøtu, og lívinum annars í Keypmannahavn hesi árini, ikki minst vertshúslívið. Annar parturin, >>Leikir í longum talvi<<, fevnir um tíðarskeiðið 1934 -38 og snýr seg einamast um stóru miðalhavsferð Janusar og aftur eitt tíðarskeið á Bornholm. Í fjórða parti 1938-45, sum eitur >>Viðburður í vargøld<< er Janus heima í Føroyum, í Klaksvík og í Svínoy, og seinastu árini í lívi Janusar 1945-48 eru lýst í partinum, sum ber heitið >>Tann sætti svanurin<<. Hvør parturin endar við umrøðu og viðgerð av skaldsligu avrikum Janusar í tíðarskeiðnum, sum parturin umrøður. Yrkingar Janusar verða nevndar uttanfyri hesar viðgerðirnar eisini, tilgongdin er tá sum heild ævisøgulig, og skaldskapurin er her meira ein partur av ævisøguni, enn hann er skaldskapur, sum fyri sína egnu skyld verður settur í miðjuna og kannaður. ÆVISØGAN Tá ið setningurin er at skriva ævisøgu um ein persón, sum hevur fingið so ymiskligt og so farsagnardæmt eftirmæli, sum J.H.O Djurhuus av ymsum grundum fekk, tá verður týðandi lutur í arbeiðinum at taka dagar millum søgurnar, sum eru næstan uttan tal. Hanus greiðir sjálvur fleiri ferðir frá tí vandanum, sum er í tí, at talan er um persón, sum fólk hava lyndi til at skapa mýtur um. Hann sigur í epiloginum t.d. soleiðis um søgurnar: ... Nýggjar koma í heilum undan kavi, spretta í mytunnar urtagarði sum rótfrekur dái. Summar spretta úr einum kjarna av veruleika. Summar eru kanska yrktar. Summar fortaldi hann sjálvur, tí hann hevði - millum mangar aðrar eginleikar - eina fína sjálvironi av tí slagnum, sum bara eitt ríkt sinni kann hava. Allar eru tær veftir í einum størri vevnaði, hvørs høvuðseyðkenni ella hægri merking ein kann hava ilt við at hóma. Aðrastaðni í bókini vísir Hanus á, hvussu tað ber til at síggja ein felags bygnað í øllum hesum søgunum um skaldið J. H. O. Djurhuus, og hansara egnu fyrivarni síggjast ofta, tá ið hann sjálvur greiðir lesaranum frá, hvat sannleikavirði hann metir tær einstøku søgurnar at hava: Mangar av krønikunum um Janus eru bygdar upp rundan um hansara vertshúsvitjanir. Tú krevur ikki at kanna tær gjølla fyri at síggja, at at kalla allar hava ein bygnað, sum vit eisini kenna frá Janusar leikluti í øðrum felags skapi, í føroyskum feløgum, í veitslum, í einum talvfelag. Væl er valt burturúr rúgvuni, tí søgurnar eru at kalla allar slíkar, sum siga nakað um Janus Djurhuus sum persón og persónligheit. Tað kann vera freistandi hjá honum, sum hevur serligan tokka til persónin, hann skrivar ævisøgu um, at pynta uppá, ella bara at skava útyvir tey lýtini, sum persónurin hevur, men hetta lyndið haldi eg ikki, at høvundurin hevur í serliga stóran mun. Hann lýsir Janus, sum hann var, tá hann var allargrefligastur og eisini tá hann var hjartastórur og mildur, uttan sjálvur at taka annað fram um hitt. Tað anekdotiska í frásagnarstílinum hevur sjálvandi eisini tann týðandi fyrimunin, at bókin verður so ógvuliga stuttlig at lesa. Tú situr sum í vertskapi mestsum, har søgurnar flúgva millum fólk, ið hava funnið sær eitthvørt áhugavert at endavenda í góðari samrøðu. Í føroyskari traditión hugsi eg, at hesin mátin er væl royndur, og hann er her ein gáva til øll, sum kanska aftra seg við at fara undir verk, sum hevur ein turrisligari stíl. Javnvigast má kortini millum tað, sum kann tykjast óneyðuga privat, t.v.s. tað sum lýsir serliga sárar og inniligar hendingar, uttan at hetta er neyðugt fyri heildarfatanina og so tað, sum kann tykjast privat, men kortini má sigast í summum førum. Í øðrum bindi av heildarverkinum tókti mær til dømis, at frásøgnin um Onnu og kærleikssamband hennara við Sophus Djurhuus, sum var fylkislækni í Klaksvík, var ov nærgangandi, serliga tí at hetta sambandið ikki hevði áðurnevnda týdningin fyri heildarfatanina, men í hesi bókini haldi eg ongantíð, at høvundurin fer um tað markið. Ein vandi, sum kann verða í tí at skriva ævisøgu um stórskald sum Janus Djurhuus, er, at verkið lætt kann gerast patetiskt, sjálvhátíðarligt. Hanus Andreassen sleppur undan hesum við at hava humoristiska frástøðu, sum skínir ígjøgnum her og har. Summastaðni er lýsingin kortini ikki dæmd av humori, heldur er hon poetisk og sár. Soleiðis eru t.d. lýsingarnar av Rigmor og samlívi Janusar við Rigmor í summum pørtum. Rigmor Lútzen, sum Janus livdi saman við fittan part av vaksnu ævi síni, verður her lýst við sama takkseminum, sum hevur verið týðilig hjá fleiri teirra, sum hava umrøtt hana. Hon átti lívið í Janusi, verður sagt, og hon livdi við Janusi, sum hann var. Mangan gjørdi Janus henni støðuna trupla og beiska, men hon sá eisini tað piprandi og nakna menniskja, og hon tók okið á seg. Hetta er so, vit góðtaka tað, men kortini loyvi eg mær at gera eina viðmerking til hetta eitt sindur romantiserandi takksemi til kvinnuna, sum hevur latið seg kúgað útum alt rímiligt og sømiligt mark, og, sambært frásøgnini, kortini gleðist tá dagur endar, tí at hesin særdi >>falkin grá<< setti seg hjá henni. Tá ið Janus rak hana av songini at gera sær >>rósuvatn<<, tá hann kom fullur heim á nátt, ella tá hann var grovur og óflýggjaligur við hana og m.a. tosaði >>niðrandi um útsjónd hennara<<, meðan fólk var hjá, fyri nú bert at nevna okkurt heilt lítið av tí, sum Rigmor so tolin lat um seg ganga, so noyðist eg at spyrja meg sjálva, um tað er >>at eiga lívið í<< einum øðrum menniskja, tað sum hon gjørdi. Hon forsyrgdi honum, gav honum eta, streyk honum skjúrturnar og lat hann fara við sær sum hansara skiftandi sinnisstøður góvu orsøk til. Í hesum er leiklutur hennara beiskliga líkur honum hjá so mongum kvinnum. Tó at eg væl veit, at Rigmor hevði opin eygu, var gávuríkt og væl at sær komið menniskja, so er onkustaðni á leiðini hetta >>offurið<< í mínum eygum, hvussu víkir og vendir, eitt kvinnuligt martyrium, sum ikki tykist mær rættvísgjørt við at >>eiga lívið í<< einum úrmælingi. Ævisøga Janusar er virðismikil tíðarlýsing, og serliga fólk í Keypmannahavnarumhvørvinum tíðliga í hesi øldini kennast so forkunnug at síggja, tá ljósið fellir á tey, tí at lívið gav teimum ein leiklut í lívi Janusar. Í sambandi við frásøgnini frá jarðarferð Trónd Olsens í Kirkjubø í 1962, hevur høvundurin hesa vøkru hugleiðing: Sum Høgoyggj eru tey á ein hátt øll sveipt í morgungull - hesi merkiligu og gávuríku og stuttligu fólkini, sum mólu rundan um Janus sum gongustjørnur um eina - gaman í við hvørt heldur óstøðugt singlandi sól. Tey og teirra ættarlið. Fús at virka fyri sínum hugsjónum uttan nakrantíð at spyrja um vinning umboðaðu tey eina mentan, sum var um at hvørva um tað mundið Janus andaðist, og sum fáur man duga at fata í dag. Í mínum huga hevur hetta ættarliðið í mong ár staðið sum edilingaliðið. Tíðarlýsingin er, sum áður nevnt, neyv og nærløgd, og kanningararbeiðið, sum hevur verið neyðugt, má hava verið risastórt. Valla eiga vit nakað annað verk, sum so væl lýsir livihátt og hugsunarhátt hjá intellektuellum føroyingum í útlegd og heima fyrru helvt av hesi øldini. Eina lítla atfinning havi eg til sjálva framsetingina, har eg haldi, at høvundurin hevur lyndi til at brúka tann í fyrilestrum hóskiligari siðin at sleppa einum tráð við lyfti um seinni at venda aftur til evnið og gera tað liðugt. >>Hetta skal eg koma aftur til um eina løtu..<< er ilt hjá lesaranum at hava eftirlit við, og slepta evnið kennist sum >>leysur endi<< SKALDSKAPURIN Í hesi bókini hevur Hanus Andreassen valt at viðgera skaldskapin í pørtum fyri seg, tó skipað sundur soleiðis, at ein gjøgnumgongd av skaldskapinum í umrødda tíðarskeiðnum mestsum tekur samanum hvørt tíðarskeiðið. Viðgerðir høvundsins av yrkingum Janusar eru ikki nógv dæmdar av strongum vísindaligum háttalagi. Tað sæst her, sum í øllum verkinum, at høvundurin er bæði skald og bókmentagranskari, og tað stranga metodiska í viðgerðini av skaldskapinum hevði neyvan hóskað til verkheildina, sum hon er. Heldur eru viðgerðirnar intuitivar og sansandi, og stórur og djúpur kunnleiki til heimsbókmentirnar ger samstundis, at høvundurin er førur fyri við skaldskaparligum ástøði og samanberingum at vísa lesaranum, hvussu víðfevnandi og vitskyggjandi skaldið er. Tilgongdin til skaldskapin er her eisini ævisøgulig, sagt verður frá tíðar- og høvissamanhangi og frá ávirkan, sum fólk og umstøður hava havt. Gott dømi um, hvussu Hanus í viðgerðini sansar yrkingina, heldur enn at greina hana eftir meira skipaðum reglum, síggja vit í umrøðuni av yrkingini >>Cello<<, frá 1933. Hann sigur m.a.: At lesa hana er sum at sita einsamallur inni á eini vínstovu ein seinnapart í einum stórbýi - kanska við einum javnara - og hoyra streingjaljóð syndra alla tíðarbundna trygd: natúrina, menniskjað, alla trúgv, allar hugsjónir og til seinast - í einum minniligum ørindi - sjálvt heim landið: Leyvið dettur, dettur - havið slettir, slettir - tá um aldarøð er farið, hvat av Føroyum er tá eftir? Hetta er sera vekjandi háttur at umrøða skaldskap. Hann krevur, vegna sítt subjektiva lyndi, tó ein strangan og ikki minst ógvuliga skaldskaparkønan umsitara. Tað er skilligt, at Hanus Andreassen er samvitskufullur tulkari, sum ongantíð fellur til tómt orðaskvaldur ella klisjénýtslu. Hanus ger, í umrøðunum av skaldskapi Janusar, fitt burturúr týðingunum, og eitt lítið dømi kann her vísa, hvussu neyvliga og væl hesar metingar eisini eru frágingnar. Tað er í viðgerðini av týðing Janusar av >>The Raven<< hjá Edgar Allan Poe. Hann greiðir fyrst frá sambandi Janusar við yrkingina, hansara kunnleika til Poe, hvussu hann, í brøvum til Onnu citerar úr >>The Raven<< og >>Ulalume<<. Hann metir um týðingina, hvussu frí hon er, hennara lættleika, og heftir seg so víðari við tað so tortýdda >>nevermore<<, sum ørindini enda við í hesi víðagitnu yrking. Til tess at kunna greiða spurningin og seta loysn Janusar í eitt perspektiv, hevur hann kannað svensku, donsku, norsku og íslendsku týðingarnar og kemur so aftur til týðing Janusar - eingi ráð - . Hann kannar síðani ljóðligu árinini og rímvirðið og metir at enda, at slíkt skaldskaparligt sjálvbjargni, sum hetta er dømi um, kemur hugsandi úr tí keldu, sum kvæðini hava verið hjá skaldinum. Hetta verður so aftur neyvari staðfest við øðrum dømi, tá ið reglan >>Is there - is there - balm in Gilead<< verður umsett til hitt næstan ófatiliga lætta og rætta >>Grøða smyrsl meg hinumegin<<, har orðið smyrsl í akkurát hesari merkingini hevur fyridømi í einum ørindi í Regin Smiði. EPILOGUR Verkið um J. H. O. Djurhuus endar við ellivu síðum longum epilogi, har Hanus Andreassen skilliga vísir, hvussu væl hann er komin at kenna skaldið og menniskjað Janus Djurhuus. Hann brúkar myndina >>tvørsagnarportrið<<, sum lesarin má fara igjøgnum, skal hann skilja tvørsagnirnar - paradoksini, sum støðugt takast í Janusi. Hann kannar sjarmuhugtakið - heilt upp ímóti tí minni góðsliga psykopatihugtakinum og hann ger meting av politiska og tjóðskaparliga lyndi Janusar. Hann ger sær tankar um vit ella intelligens hansara, um hugflogið og um vitan hansara og tekur at enda samanum skaldið við tankavekjandi sjónarmiðum um, hví hann yrkti, sum hann yrkti. Janus er romantiskt skald í ávísari andsøgn til samtíðarrákið, sum var súmbolisma, ung modernisma, realisma og samanumtikið frígering úr formligum høftum. Seinasta reglubrotið í verkinum er ein, kanska í so stutt, eftirmeting av yrkingum Janusar. Sera beinrakið punktum at enda verkið við, er seinasti setningurin, har sagt verður um yrkingarnar, at tær eru: >>Sum lið í tí framhaldandi millumtekstaliga dansinum.<< Nú eru so hesi trý bindini í verkinum um lív og skaldskap J. H. O. Djurhuusar komin at standa í míni bókreól - undir liðini á stóra savninum , har Kristian Matras fekk saman í eina útgávu allar yrkingar Janusar. Eg kenni meg vísan í, at eg fari ofta at venda aftur til hesar bøkur, at lesa í teimum, tí tær eru væl skrivaðar og fragd at lesa til undirhalds, at hava gleði av teimum, tí tær vísa mær tulkingar á høgum støði av tí besta vit eiga í føroyskum skaldskapi, og tí at tær geva mær livandi og sannførandi mynd av skaldinum og innlit í eitt spennandi tíðarskeið í føroyskari mentanarsøgu. Hans Jacob Debes professari Ein søga um søguna Ummæli av Søgufrøði Kelduviðgerð og háttaløg eftir Kára Jespersen og Jens Paula A. Nolsøe. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1997. 128 síður. Av øllum lærugreinum á hvørjum stigi hon so kann vera, man søga og ikki minni søgan vera ein hin ringasta at lýsa og definera. Tí hvat skuldi koma við í søguna, og hvat skuldi dyljast ella leypast um. Skuldi søgan forteljast sum ein samanhangandi og livandi frásøgn ella bara turrisliga endurgevast við tilvísingum til nakrar persónar og nøkur árstøl? Bæði hesar og nógvar aðrar royndir hava vrið gjørdar. Tá ið tey kommunistisku tornini fullu í grús, fingu menniskjuni í hesum samfeløgum at vita, at alt tey høvdu lært um >>søgu<< var ósatt ella beinleiðis lygn. Tað var tó ikki bara har, at illa var statt. Í mínari tíð á Keypmannahavnar Universiteti brúktu vit amerikanskar lærubøkur í akademiskari søgu, sum býttu heimin í tvey: Annar parturin var um hin frælsa heimin ("The Free World<<), hin um tann partin, sum var undir kommunistiskum harðræði ("Communist Dictatorship<<). Tað kundi vera tað, tað var. Verri var soleiðis reint intellektuelt at góðtaka, at alt, sum ikki kommunistiskt, var frælst og hoyrti til tann frælsa heimin; tí upp í henda frælsa heim vóru roknaðar politiskar leivdir sum Spania og Portugal og øll latínamerikansk drápsmannastýri, sum bara vóru til við amerikanskari hjálp. Um endamálið við vitskapinum skal vera (sum ofta hevur verið tikið uppaftur) at leita eftir sannleikanum, so mugu klárari og neyvari granskingarhættir, >>metodur<<, til. Søgugranskingin er sum øll onnur gransking ikki annað enn eitt handverk. Sum í øllum handverki mugu amboðini lagað eftir tilfarinum, og betur amboðini eru, og betur tey verða røkt, betri verður úrslitið. Teir báðir ungu føroysku søgufrøðingarnir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe, sum báðir starvast í Hoydølum, hava hjá Føroya Skúlabókagrunni givið út eina frálíka bók, sum eitur >>Søgufrøði. Kelduviðgerð og háttalag.<< Í henni kunnu øll áhugað læra seg grundreglurnar fyri arbeiði við søguligum keldur og framseting av hugsanum um samfelagslig viðurskifti í fortíðini - í talu og í skrift. Og tann veruleiki, at føroyingar eru eitt óvanliga søguhugað fólk, ger ikki ognina í hesi bók minni. Sjálvur kundi eg sum søgulærari fyrr enn nú hugsað mær at havt hesa bók við hondina. Hon kann væl vera hent eisini á hægri undirvísingarstigum enn miðnámsskúlum. Uppbyggingin er greið og logisk - og tað er ofta tað besta við einari bók, ikki minst lærubók. Í formælinum siga rithøvundarnir, at tá ið bygnaðurin í miðnámsskúlunum va broyttur, øktust tey fakligu krøvini, eisini til amboð og metodur, munandi. Tað er fyri neyðini, at tann broytingin er hend. Tað kann bara skapa trygd, tá ið sagt verður, at bókin >>partvís byggir á metoduhugsanina hjá Kristian Erslev<< og so sjálvandi >>partvís á egnar undirvísingarroyndir<<. Í innganginum fæst at vita, sum sjálvandi sett upp í innihaldsyvirlitinum, hvørji evni verða tikin fram í bókini og í hvørjari raðfylgju. Tað sæst beinanvegin, at har er tikið við alt tað, sum ein rímuliga kann vænta sær í einari bók í hesari stødd. Tað er gott, at lesarar straks møta navninum Herodot, sum fyri hálvtriðja túsund árum legði grundarsteinarnar. Um endamálið við søgu høvdu kanska ikki allir verið samdir við orðingini um, at søgan hevur týdning fyri fatanina av fortíðini og nútíðini, men eisini fyri fatanina av ella áhuganum fyri framtíðini. Eitt sindur negativt kann sigast, at eitt >>futuriskt element<< meira má hoyra til profetarnar enn til søgugranskararnar. Men sjálvandi hongur einki mannasamfelag søguliga í leysari luft, og tað fer framtíðarsamfelagið neyvan heldur at gera. Og tað ger einki at hugsa um framtíðina við støði í tí, sum vit vita um fortíðina og nútíðina. Uppi í hesum sama heimspekiliga meginspurningi hongur eisini undirspurningurin, um søga skal vera >>almennisfak<< ella >>nyttufak<<. Sjálvandi er høvuðsdenturin í bókini lagdur á arbeiðið við søguligum keldur og á >>keldukritikkin<<. Frá gamla Erslev og týsku lærumeistarum hansara fáa vit sundurbýtingina í >>leivdir<< og >>útleggingar<<. Sera greidliga er sagt frá ymsum keldukategorium, t.d. >>mannaslóðum<<, >>tigandi keldum<<, >>talandi keldum<<, >>sigandi keldum<< og >>lýsandi keldum<<. Í kapitlinum >>Kelda sum leivd og frásøgn<< verður síðan greitt frá - við dømum - hvussu vitan um fortíðina kann fáast burtur úr keldunum. Her eru ongar mystiskar loysnir, tí, sum skrivað verður: >>frásøgnin má vera mannaverk<<. Hon kann ikki vera annað. Ein partur eitur >>Teir fýra hornasteinarnir<<. Hesir hornasteinar eru sera pedagogiskt settir. Hin fyrsti er at finna keldurnar (tað, sum teir gomlu kallaðu >>heuristikkin<<). Vísindaliga má hesin endin vera tann einasti rætti at byrja við. Í blomsturbarnapædagogiskari tíð og í politiskt frelstari marxismutíð var >>in<< (fyri nú at skriva nýføroyskt) at byrja við onkrari skroypiligari teori, áðrenn hugt var eftir, hvat ið keldurnar søgdu. Úrslitið kundi bara vera hareftir. Annar hornasteinurin er settur at vera at royna at gera av, hvør upphavsstøðan hjá teimum innsavnaðu keldunum var (hvør ið hevði gjørt tær, og hvar og nær og hví). Her kemur frásøgumaðurin inn, tí er talan um >>beinleiðiskeldu<< ella >>óbeinleiðiskeldu<>kvalitativum<< og >>kvantitativum<< viðgerðarháttum, og hvat hvør teirra kann brúkast til - og haðan til tulkingina av keldunum. Í hesum sambandi er víst til føroysk venjingardømi og spurningar út frá teimum. Hin fjórði hornasteinurin er so hann, sum kann fáast at geva svarið, hvat ið keldan kann nýtast til. Tann støðan er sjálvsagt bara tann seinasta í einari miðvísari granskingarprocess - í grundini tann samlaða niðurstøðan. Fyri um leið fimti árum síðan kom fram ein vaksandi áhugi fyri søgu av manna munni, frásagnir meira enn skjøl. Á eingilskum var henda munnborna søgan nevnd >>Oral History<<, og tað slóðbrótandi verkið var >>Oral History as Tradition<< eftir belgiska søgumannin Jan Vansina. Í dag koma minst tvey altjóða tíðarrit út við útgangsstøði í hesari gransking. Hóast sumt kann síggja eitt sindur undarligt út, mugu munnligar keldur eisini hava áhuga hjá føroyingum, tí nógvar av okkara bygdasøgum byggja á munnligar frásagnir, uppskrivaðar ella fingnar beinleiðis frá søgusigaranum. Tað kundi tí eisini verið áhugavert, um onkur út frá hesum bygdasøgum (og sagnatilfari) tók upp >>oralt-metodiskar<< kelduumhugsanir í føroyskum samanhangi. Ella - í hesum Barbu-tíðum - hvussu skulu vit viðgera skaldskap (søguligar skaldsøgur t.d.) sum søguliga keldu? Ella hvussu við propagandatilfari, sum í dag mest verður framlagt á myndum, tí at fólk lesa nógv minni? Hvussu við einari avleiðandi niðurstøðu av falsaðum fotomyndum frá Stalin - og Hitlertíðini ella frá Vietnamkrígnum? Tað, sum prógvað er at vera eitt falsum verður so ongantíð annað. Men hvussu við idealiserandi málningum, sum t.d. av Sverra kongi á Dovrafjøllum (í Løgtinginum) ella av Sogmundi, sum boðar kristna trúgv í Føroyum (í KFUK). Hava vit loyvi at siga við børnini: Hetta var Sverri - hetta var Sigmundur. Og Nólsoyar Páll í Vágsbotni? Er hetta hann ella eingin veruligur pesónur og tí eingin kelda? Skansin á Stangarnesi hevur ongantíð vart Føroyar. Hann var bara píning og líðing hjá føroyingum. Men í bókini er ein mynd frá 1. september 1994. Har standa fýra nývaldir landsstýrismenn (Lasse Klein, Edmund Joensen, Anfinn Kallsberg og Tordur Niclasen) ikki bara á tí >>demoleraða<< Skansanum, men eisini í glæmuni frá tí stóra vitanum. Jú, her skuldu stórar vónir verið. Og føðilandið skuldi verið burtur úr øllum vanda. Men hvussu skulu føroyskir søgulesarar og -skoðarar meta ímillum henda dramatiska og imposanta symbolikk og tann veruleika, sum var, og sum kom? Hetta er einki minni enn eitt bragd, sum Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe hava lagt úr hondum. Bókin er væl skrivað og ógvuliga klár og greið, og tað má vera nakað av tí besta við einari lærubók. Men hví skal sovorðið óestetiskt og býtt koma fyri sum at skriva súmbol fyri symbol og súntesa fyri syntesa? Er hetta ólærd heimføðinga málterrorisma av Debesartrøð, ella hvaðan kemur henda barbarisma. Teir har kunnu halda seg sita har fáeinir og jonglera við móðurmálinum hjá 50.000 føroyingum. Men teir kunnu so ongan rætt taka sær at gera seg inn á tað klassiska grikska. Ein annar spurningur er, um tað er rætt at nýta karikatúrtekningar sum illustratiónir. At gera tað er í grundini at gera ímóti øllum tí, sum skrivað er í bókini um >>autenticitet<< í tekstum og á myndum - og um hagreiðingina av keldum. Hatta var illa valt. Rithøvundarnir duga væl at skriva - tí høvdu teir væl kunnað litið á egnan mátt og egna megi. Men tað dirvið kemur uttan iva við árunum. Alt hetta kunnu vit deilast og kjakast um til dómadags - og til tess at fáa stundir til hetta futila orðaskifti er at vóna, at dómadagur er langt burtur. Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Eyðun Nolsøe Band fyri seinastu ferð Eyðun Nolsøe Band og Ársins songrødd 1997 spæla á Kambsdali leygarkvøldið Fyri seinastu ferð á hesum sinni fer Eyðun Nolsøe Band á pallin her í landinum. Bólkurin hevur um jólini og nýggjárið havt fleiri konsertir her, og áðrenn limirnir í bólkinum, sum flest allir búgva í Danmark, aftur fara av landinum, spæla teir á Kambsdali. Eyðun Nolsøe Band hevur spælt tvær ferðir í Klaksvík og eina ferð í Runavík. Ætlanin var at fara bæði til Suðuroyar og Klaksvíkar, men tað bleiv ikki til tað á hesum sinni. Konsert var annars løgd í Suðuroy, men máttist avlýsast vegna veður. Eyðun Nolsøe Band spælir fyrst og fremst egið tilfar, sangir av fløguni Solo, sum kom stutt fyri jól. Eisini verða nakrir av teimum góðu, gomlu sangunum hjá Frændur, har Eyðun Nolsøe jú hevur havt sentralan leiklut, spældir. Á konsertini á Kambsdali fer eisini Ársins Songrødd 1997, Eiðvør Pállsdóttir úr Gøtu, at verða við. hon fer at syngja nakrar sangir playback-tónleiki og eisini saman við tónleikarum. Konsertini á Kambsdali verður í kvøld frá kl. 23.00. Poul Ørum Minningarorð Kendi danski rithøvundurin Poul Ørum er deyður á 78 ári, f. 1919. Ein teirra, sum tíðum gjørdi vart við seg, og sum við bókum sínum ella sum røðari ríkaði danska mentunarheimin. Hann skrivaði mest um smámannin. Sum ungur tókst hann við fyrifallandi arbeiði, torvagravi, sum tað har kallaðist, var eitt skifti á sjónum, matrósur til hann fór á A-pressuna sum blaðmaður. Um hetta mundið var tað, at hann av álvara fór at skriva. Tá tað so bar til at liva av tí, hann skrivaði av bókum, slepti hann blaðmannastarvinum. Fyrsta bók hansara kom í 1953 og nú gjørdist hann kendur rithøvundur, m.a. við bókini >>Natten i venteværelset<<. Í 1980 doyði fyrra kona hansara, tá er tað hann skrivaði >>Ravnen mod aften<< og >>Sorgens følelser<<, aftaná hesar útgávur var hann nógv brúktur sum fyrilestrahaldari. Var altíð í parti við tí minni menta, og tað er hetta støðufesti, sum merkti alla skriving hansara. Tað eru tey, sum minnast hansara stóru luttøku í málinum um evnaveika Jacob Brølling, sum hevði fingið dóm fyri seksualmorð á Norðursælandi. Signa og Poul Ørum skrivaðu bókina >>Gykl rættartrygdarinnar - greinan av órættvísum dómi<<, eitt úrslit av granskan teirra av hesum máli. Poul Ørum fekk frá hondini 40 bókaverk og var heiðraður við tveimum heiðursgávum, Mentunarheiðursgávan hjá LO og Kritikerprisen. Poul Ørum gekk sínar egnu leiðir. Eftir rithøvundan Poul Ørum stendur eftirmæli um rithøvundan við mannavitsku, hann, sum segði sína hugsan, hart og skart. i. Ein heilsan til pabba á 90 ára føðingardegnum Leygardagin 3. januar fyllir hesin vælkendi maður 90 ár. Olaf Frits Krossteig - sunnanfjørðs bara róptur Krossteig - er føddur í Lorvík tann 3/1-1908 og var elstur og einasti beiggi av seks systkjum. Av teimum fimm systrunum eru bert tvær enn eftir á lívi. Foreldrini vóru Óli Krossteig, Óli hjá Óla róptur, og Maria Trossteig úr Niðristovu. Krossteig traðkaði sínar barnaskógvar í Lorvík, og mundu tað vera nøkur rík ár, at vaksa upp ímillum sjómenn og bøndur. Neyvan mundi tú nakrantíð droyma um, at títt yrki her í lívinum skuldi verða skúlalærari. Mær kemur til hugs ein morgun í mai '94, okur báðir stóðu úti við Millugarðin á Økrum, tá ein slupp kom við fullum seglum inn um boðarnar í fjørðinum, og tú spurdi meg, hvat hatta var fyri eitt skip. Eg segði tær, at tað var Norðlýsið úr Havn, sum kom til Regattasiglingina, ið verða skuldi á Vágsfirði sama dag. Tú stóð tigandi eina løtu, men so segði tú: Ja, fyrstu ferð eg kom inn á Vágsfjørð var við einum deyðsiglara, sum æt >>Norðlýsið<< (tøgn eina løtu) - ja og var hetta fyrstu ferð í lívinum, okur sóu elektrisk ljós, tað var nevniliga komið í Vági árið fyri. Ikki mundi tú hugsa tá, at tú skuldi koma at liva ein stóran part av lívi tínum á sunnara armi av Vágsfirði. Hesin túrur kom at standa sum eitt minni í lívi tínum; hetta skuldi verða ein royndartúrur, sum pápi tín tók teg við suður til Vágs á beding. Hann var skipari á Norðlýsinum; men á veg norður bleiv illveður á landsynningi, og var tú meira deyður enn livandi. Tá tykur komu á Fuglafjørð, segði hin gamli: Nei, eg havi ikki kreftir at taka teg við í ár og síggja teg liggja so sjúkan, so tú má bíða til næsta ár. Hesin minniligi túrur skuldi verða tann seinasti, sum tú var saman við pápa tínum, tí um heystið gekk hann burtur við Norðlýsinum og allari manningini. Hetta vóru sjálvsagt tungir dagar hjá tykum, og komu tí omma tín og yngsti sonur hennara, Jákup Olivar, inn til tykum at búgva, men heldur ikki honum var lívið lagað, tí hann fórst við Onnu árið eftir 24 ára gamal, og mundi hetta seta stopp fyri tínum dreymum at blíva sjómaður. Krossteig fór 18 ára gamal til Havnar í 1926 á læraraskúla, haðani hann fekk prógv í 1929. Tá var ikki so lætt at fáa lærarastarv, so tey fyrstu árini starvaðist hann sum ferðalærari runt um í Føroyum. Fyrst við Gjógv, í Lorvík og Kaldbak. So í Akrabergi og Víkarbyrgi. Síðani í Norðradali og Saksun. Eftir hetta aftur í Suðuroy - fyrst á Økrum og í Lopra, síðani í Vági og til endans aftur á Leiti tey seinastu 26 árini. Frásøgumaður ert tú góður, minnið er sera gott, og er tað stuttligt at hoyra teg siga frá ymiskum hendingum og fólki, sum tú kom at kenna runt um á hesum plássum. Hvør minnist ikki tær frálíku sendingarnar í Útvarpi Føroya, har Niels Juel Arge hevði samrøðu við teg, og tú so hugtakandi greiddi frá. Mong eru børnini, sum hava gingið í skúla hjá tær tey 45 árini, tú var lærari, og mangar er heilsanirnar, eg eri biðin um at bera tær, tá eg eri komin í prát við onkran fyrrverandi næming hjá tær. Tað man eisini fløva eitt gamalt kennarahjarta at fáa heilsanir á hvørjum ári sendandi úr útlondum, eitt nú Stórabretlandi og so fjarskotnum londum sum úr USA. Hugurnar til jørð og seyð hevur altíð eyðkent teg, og var tú seyðamaður bæði á Leiti og Bláabergi í nógv ár. Tá lembingin var fyri, skuldi tíðliga verða farið frá húsum fyri at náa runt og vera aftur til skúlan kl. 8.00 um morgunin, og mangar góðar løtur burtur í haga minnist eg aftur á við takksemi. Skúlin og húsini á Leiti bleiv heim okra, í 1957 kom eisini kirkjan, og var tú deknur og organistur har til í oktober 1975, tá tú fór til Havnar at búgva. Hetta stendur sum ein karmur um míni barna- og ungdómsár, og er tað ongin býarmynd - hvørki her á landi ella aðrastaðni - sum kann metast við tann uppvøkstur og lærdóm, eg her fekk frá mammu og ter, og tað eri eg ómetaliga takksamur fyri. Tá ein náar ein aldur sum tú at blíva 90 ár, tá veit ein, at sólin er komin vestur á luftina. Men sum tú sjálvur sigur: >>Eg taki ein dag í senn og takki Guði fyri teir, sum eg fái<<. Og júst hetta at takka Guði fyri tað, sum tú hevur fingið, hevur sermerkt teg, tí ongantíð havi eg sæð teg ónøgdan við nakað, tú hevur fingið, men altíð takksamur. At kunna siga takk er ein góð gáva at eiga her í lívinum, og er hetta nakað, sum tú enn minnir okkum á, tá ið høvi býðst, hóast vit øll eru vaksin og flogin úr reiðri. Góði pabba, hjartaliga tillukku á tínum 90 ára degi, og mamma tillukku við teimum 80, sum var í mai, og má Harrin vera hjá tykkum og styrkja tykkum og geva okum nógvar góðar løtur saman afturat. ÓJK Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Seinasta umfar í grundspælinum hetta vikuskiftið Hondbóltur: Mest spennandi dystirnir eru millum Kyndil og StÍF Í vikuskiftinum verður endi gjørdur á grundspælinum í hondbóltskappingini í 1. deild hjá monnum og kvinnum. Tá verður fyrra hálva av kappingini liðug, og so er klárt at fara undir nógv meiri spennandi seinnu hálvu av kappingini, tá avgerandir dystirnir fram móti FM-gullinum skulu spælast. Eftir dystirar í dag og í morgin verða stigini hjá øllum liðunum hálverað, og so verður spælt víðari tvær ferðir móti hvørjum øðrum. Bæði hjá monnum og hjá kvinnum er fult umfar hetta vikuskiftið, tað vil siga samanlagt seks 1. deildardystir. Mest spennandi dystirnir eru ivaleyst í Havn, har bæði menninir og kvinnurnar hjá Kyndil og StÍF fara at spæla týðandi dystir. Hjá monnum snýr dysturin seg um at halda fram í hølunum á VÍF, sum er oddalið, og tykist hava yvirkomiligan dyst hetta vikuskiftið. StÍF og Kyndil eru saman við H71 nærmastu kappingarneytar hjá VÍF, men tað tykist verða greitt, at skal nakar spenningur koma í oddin, so má eitt av teimum trimum liðunum, og ikki framhaldandi øll, fylgja eftir VÍF. Hjá kvinnunum er kappingin meiri spennandi enn hon hevur verið í fleiri ár, og trý javnt góð lið kappast um fremstu plássini. Í løtuni hevur StÍF munin, og oddastøðan skal verjast í dystinum móti Kyndli sunnudagin. Klárar StÍF at vinna hava tær munin á Kyndli og Neistanum, men vinnur Kyndil stendur væntandi púra á jøvnum millum øtt trý liðini. Hjá Kyndli verður Lotte Sørensen viðaftur, meðan Beinta Sørensen er skadd í hondini, og nevyan spælir aftur í ár. Hinir báðir dystirnir hjá kvinnunum eru millum Neistan og Stjørnuna og botnliðini VB og GÍ. Hjá monnum spæla Neistin og VÍF og KÍF og H71. Flogbólturin manglar pengar Flogbóltur: Flogbóltssambandinum vantar 40.000 krónur Flogbóltssamband Føroya er annars farið undir miðvíst venjingararbeiði við báðum A-landsliðunum. Landsliðið er ikki úttikið enn, og tí var í fyrsta umfari vant við teimum leikarum sum til dagliga leika uttanlands og teimum sum myndaðu landsliðið í fjør. Venjararnir, Niclas Joensen og Klæmint Isaksen siga, at teir nú fara at taka út fleiri leikarar við støði í kappingini seinasta vikuskiftið, og hvussu leikararnir annars hava klárað seg gjøgnum árið. Venjing verður aftur um fjúrtan dagar. Flogbóltssambandið hevur fingið innbjóðing um at koma til Íslands at leika við báðum landsliðnum. Eftir ætlan verður mansdysturin síðst í marts og kvinnudysturin fyrst í apríl. Eisini er ætlanin at fara til Danmarkar á venjingarlegu á páskum komandi ár, og tey verða um 20 apríl. Mangla 40.000 krónur Føroysku landsliðini hava umframt at luttaka á Oyggjaleikunum verið við í eini Smálandakapping. Í 1998 verður kappingin hjá monnum á Malta, meðan kappingin hjá kvinnum verður í Liecthenstein, men hesuferð verður tað eftir øllum at døma uttan føroyska luttøku. Tað er fíggjarliga sera krevjandi at luttaka í slíkum kappingum, og serliga er tað ferðaútreiðslurnar til og úr Føroyum sum vigað tungt. Niclas Joensen, formaður í Flogbóltssambandið Føroya sigur í eini viðmerking, at tey í løtuni mangla umleið 40.000 krónur fyri at fáa luttøkuna at mala fíggjarliga runt. Fyri føroyskan flogbólt er tað sera óheppið, ikki at luttaka og tí er bert at vónað, at tað finst ein ítróttarstuðul sum lesur hesar reglur og bjóðar seg fram. Fram best hjá monnum ­ Mjølnir hjá kvinnum Flogbóltur: Seinasta vikuskiftið kappaðust føroysku liðini og útisetar í flogbóltskapping Flogbóltssamband Føroya skipaði um vikuskifti fyri kapping millum bestu mans- og kvinnuliðini í landinum. Kappingin var hildin í Gundadalshøllini sunnudagin og var ein liður í einari miðvísari venjingarætlan hjá føroysku flogbóltslandsliðunum. Leikt var eftir nýggju "running score^3 skipanini soleiðis, at hvør bóltur telur. Leikt verða tvey sett upp í 21 stig, og stendur tá á jøvnum, verður leikt eitt eyka sett upp í 15 stig. Hetta er aðru ferð at henda skipanin verður roynd í Føroyum. Fyrru ferð var til FK-kappingina hjá Fleyr í heyst, og tá vóru luttakararnir stak væl nøgdir við úrslitið. Henda teljiskipan hevur tann fyrimun, at dystirnir ikki verða so drúgvir. Tapir tú ein bólt so missir tú eitt stig. Øll mistøk verða revsaði, og tí krevur tann nýggja teljiskipanin nógv meir av leikarunum. Manskappingin var skipað í tveimum bólkum. Í tí eina bólkinum leiktu Fram, Fleyr og ÍF2. Henda bólkin vann Fram, men tað var við tógvi stríð, at teir gjørdu endað á Fleyr. Innanhýsis dysturin teirra millum endaði við einum 2-1 sigri til Fram. Fleyr gjørdist nummar tvey í hesum bólki og ÍF2 nummar trý. Í hinum bólkinum leiktu Mjølnir, ÍF1 og eitt lið við føroyskum flogbóltsútisetum frá ÍF Føroyum. Henda bólkin vann Mjølnir meðan ÍF Føroyar gjørdist nummar tvey og ÍF1 nummar trý. Fyrra semifinalan var sostatt millum ÍF Føroyar og Fram, meðan seinna semifinalan var ímillum Mjølnir og Fleyr. Fram og Mjølnir vunnu semifinalurnar uttan trupulleikar og hittust sostatt í finaluni. Finalan gjørdist bæði spennandi og vælleikt. Unga Fram-liðið spældi í fyrsta setti, tað besta teir vistu. Tíðuliga sæst á liðnum, at teir hava fingið inspiratión uttaneftir, og teir eru sera sterkir. Harafturat hava teir tann fyrimun framum fleiri onnur lið, at teir hava nógvar stórar menn, og tað er sum kunnugt ikki so galið í flogbólti. Mjølnir vildi tó ikki geva upp og teir knógvaðu sær til sigur í øðrum setti. Sigast má, at blandingin av royndum og ungum leikarum hjá Mjølni hevur eydnast væl og at teir í dag hava eitt sera sterkt lið. Blokkurin koyrdi væl til tíðir, men tað var serliga Trúgva Poulsen vit løgdu merki til. Hann spældi sum ein brandur á miðjuni og vann stórt sæð alt, hann rørdi við. Nú var farið undir triðja sett, og her gjørdi Fram ein vørr beinanvegin. Teir løgdu seg nøkur stig fram um beinanvegin, og tað var sera trupult hjá Mjølni, at fáa fatur á teimum aftur. Verjuspælið hjá Fram virkaði nú sum tað skuldi, og álopsspælið stóð onki aftanfyri. Serliga er tað Sigmundur av Teigum sum vinnur nógv í álopinum, og hansara partur lá heldur ikki eftir. Hjá kvinnunum luttóku einans fimm lið, og tí leiktu tær í einum bólki, allar ímóti øllum. Fyrsti dysturin var ímillum Fleyr og Mjølnir. Og hann gjørdist sera spennandi. Fleyr vann fyrsta sett við sera góðum spæli og tað sá eisini leingi út til, at annað sett eisini skuldi fara til Fleyr. Men so tóku klaksvíksgentur sær um reiggj og vunnu annað sett; hóast tær ta einu løtuna, vóru tær aftanfyri við 6 málum. Mjølnir vann eisini triðja sett og sostatt dysti 2-1. At Mjølnir er sterkasta kvinnulið í landinum prógvaðu tær, við at vinna allar dystirnar í kappingini. Tilvildin hevði lagað tað so, at seinasti dysturin í kappingini, eisini var dysturin um fyrsta plássið í kappingini. Mjølnir leikti ímóti Drátti og henda dystin vunnu tær 2-0. Kvinnuliðini sum tóku lut vóru, Mjølnir, Dráttur, Fleyr, ÍF og ÍF Føroyar. Næstbesta liðið í meistaradeildini hjá kvinnum TB, hevði ikki valt at taka lut. Jákup Mikkelsen og teir missa liðføraran Fótbóltur: Herfølge má framyvir spæla uttan ein av mest týðandi spælarunum Nú donsku Superligaliðini fara undir fyrireikingarnar til seinnu hálvu av kappingini, sum byrjar í mars, er greitt, at Herfølge missir ein av sínum bestu og mest týðandi spælarum. Peter Frank, sum er libero og liðførari, hevur tikið av einum tilboði um at gerast yrkisspælari í Fraklandi. Hann hevur gjørt ein fýra og eitt hálvt ára sáttmála við Strasbourg, og flytir alt fyri eitt til franska felagið. Peter Frank var annars sáttmálabundin í Herfølge, men franska felagið hevur keypt spælaran leysan frá sáttmálanum við eini ókendari milliónaupphædd. NSÍ fær tveir útlendskar spælarar Fótbóltur: Danskur miðvallari og jugoslaviskur málverji skulu næsta kappingarár stykja um liðið hjá NSÍ Runavíkingar leggja nógv fyri í komandi kappingarár í fótbólti. Umframt allar teir mongu gávuríku spælararnar, sum eru í felagnum, skulu tveir útlendskir spælarar næsta kappingarár spæla í NSÍ. Annar teirra er Kasper Lykkegaard Jacobsen, sum miðskeiðis í desember var í Runavík og vandi eitt vikuskiftið. Runavíkingar vóru nøgdir við tað, sum teir sóu í 22-ára gamla spælaranum, og avtala er nú gjørd millum partarnar. Kasper Lykkegaard Jacobsen er miðvallari, serliga við offensivum dygdum, og hann kemur úr Viborg. Hin nýggi spælarin hjá NSÍ er jugoslaviski málverjin Dejan Milanovic, sum hevur drúgvar royndir í 1. deild í Jugoslavia og Makedonia. Hann er 30-ára gamal og kemur til Ruanvíkar 1. februar. Tveir av málverjunum í fjør, Rúni Joensen og Trúgvi Olsen, skifta væntandi til onnur feløg nú. Gummitíðindi og bankamálið í SvF Ein hyggjari skrivaði herfyri um gummitíðina í sjónvarpinum, og hann hevði púra rætt. Ein tíð stendur á skránni, men hon verður ongantíð hildin. Soleiðis er tað eisini við tíðindunum. Tíðindi verða borin fram sum genial, og hóast tey ikki eru eftirfarandi, verða tey ikki rættað. Sjónvarpið tekur sær einarætt at tulka, hvat er rætt og hvat er skeivt. Hetta eru gummitíðindi eftir teirra høvdi. Teirra einasta eina meining skal passa inn, hvussu víkir og vendir. Sum tað seinasta hevur sjónvarpið gjørt seg til sjálvgjørdan dómara í bankamálinum. Men eisini hetta er ein gummidómur. Aftanfyri standa tveir journalistar, hvør meira subjektivur enn annar við tøttum tilknýti til amatørarnar í bankamálinum. Trúvirðið gerst eisini gummi. Men hyggjarin er ikki býttur. Tit halda tykkum kunna liva og látast sum tykkum lystir fyri hyggjarans dýrt goldnu pengar, men hyggjarin hevur krav uppá saklig tíðindi, tvs. sæð frá øðrum síðum enn tí einastu einu hjá journalistunum. Til sjónvarpið. Sleppið tykkara einastu einu meining og haldið tykkum til fleiri. Tá verður størri møguleiki fyri, at tann rætta er ímillum teirra. P. J. Um gøtuljós á Tvøroyri Tá ið eg las í Sosialinum 3. des um at tvøráfólk nú fáa gøtuljós aftur alla náttina, fegnaðist eg um tað. Tað er eingin meining í at sløkkja ljósini um náttina, tí ein sær ikki framm fyri sær. Eg kann í hesum sambandi ikki lata vera við at spyrja býráðslimirnar á Tvøroyri um, hví teir ikki tonkja uppá ØLL fólkini, ið búgva her. Eg havi nú biðið um gøtuljós til míni hús ferð eftir ferð, og sjálvt um eg nú havi búð í húsinum í 16 ár, havi eg ikki fingið eitt einasta ljós til tey. Tað vil siga tað sama sum, at ætli eg mær ein gongutúr aftaná kl. 5 um dagin, má eg hava lummalykt við, fyri at finna veg. Eg vil tí biða tykkum taka hetta upp, næstu ferð tit fara á fund, og fáa skil á hesum, tí hetta er ein stór skomm fyri tykkum. Heilsan Malan, ið býr uppi á Støglinum Skattabroytingarnar eru bankatrygd hjá vinnulívsmonnunum Ikki kann roknast við nøkrum bata so leingi sum verandi borgarliga samgongan heldur saman. Teir hava væl dugað at troytt landskassan teimum til fyrimunar. Tann vanligi borgarin, hann sum stóð við endan, tá alt samfelagið var um at fara av knóranum, hvør røkir teirra áhugamál. Nú eru teir komnir til, at inntøkutrygd útróðrarmanna skal skerjast, hetta fyri at gjalda fyri útgjarðing teirra, dýru stóru skandaluna við keypi teirra av vaktarskipinum, eingin hevur ábyrgd av hesum. Tann samtykti skattalætti hjá okkara sjófólki, sum eingin hevur nakað at mótmæla ímóti, tað er rætt og rímuligt at hetta verður framt, men tað er ikki rætt, at tey 15%, sum ikki skulu inntøkuroknast, at tey skulu umsitast av vinnulívsmonnunum og teirra skrivstovum. Við hesm eru rættindi fiskimannsins førd 70 ár aftur í tíðina. Samtyktin um skattabroytingarnar er í veruleikanum fyri at bøta um viðurskiftini hjá okkara sokallaðu vinnulívsmonnum. Fólkaflokkurin hevur kunngjørt, at skattabroytingarnar verða fylgdar upp við einum lønarniðurskurði, og ein skal ikki undrast, um tað næsta verður, at inntøkutrygdin verður tikin burtur soleiðis, sum teir hava gjørt við okkara útróðrarmenn. Tað, sum alt hetta fer at kosta, verður ikki goldið av okkara sokallaðu vinnulívsmonnum. Teir hava frammanundan fingið strikað milliónir av skuld, og hava so sanniliga fingið lánigjøldini útsett til seinni at verða strikað. Tey, sum koma at gjalda gildið, verða okkara fiskimenn, okkara útróðrarmenn og verkafólkið sum heild. Tað hevur skund at fremja so nógv sum gjørligt, tí skeiðið er við at renna út. Tað eru framdar lóggávur, sum bert hava eina uppgávu: at bøta um viðurskiftini hjá okkara vinnulívsmonnum, og teir og tey sum koma at gjalda gildið, eru okkara sjómenn og okkara tímaløntu. Tað var eingin, sum mótmælti, at skatta-lættin skal sambært fólkaflokkinum mótroknast í einum lønarniðurskurði, og hetta eftir at milliónir eru strikaðar ella niðurfrystar. Jú, vinnulívsmenn kunnu bæði halda jól og nýggjár, tí teirra viðurskifti eru væl úr hondum greidd, og sum sagt, ágangurin heldur fram. Teir næstu, sum standa fyri skotum, eru okkara útróðrarmenn, inntøkutrygdin skal skerjast, og við verandi samgongu og stuðli frá teimum sokallaðu kristiligu er eingin ivi um, at so verður. Tað er greitt, at okkara sjófólk og okkara útróðrarmenn ongan góðan eiga innan karmarnar av verandi meiriluta. Fakfelagsrætturin hjá okkara sjófólki sjálvir at ráða yvir inntøku síni, er nú avtikin og rættindi teirra eru førd 70 ár aftur í tíðina. Tað verða tung tøk at venda hesum ágangi, men Javnaðarflokkurin fer at gera sítt til, at rættindi hjá okkara sjófólki og verkafólki verða vird, og tí krevst ein politisk broyting, ongantíð ov skjótt. Sverre Midjord Finnur Johansen Tórshavn og almenna umsitingin Vit mugu viðganga at umstöðurnar kring um í landinum eru ymiskar. Tí er neyðugt at kommunurnar eru solidariskar hvör móti aðrari, og styðja hvörja aðra. Tað kann verða gjört við at stovnaður verður ein kommunalur útjavningargrunnur, skrivar Finnur Johansen m. a. í viðmerking Tollaksmessudag, ið fór, verður býráðsformaðurin í Havn í Sosialinum endurgivin fyri at hava sagt, at Havnin er við at koma í neyð av tí stóra fólkatalinum, sum flytir higar. Eisini verður býráðsformaðurin endurgivin fyri at hava sagt, at neyðugt verður at flyta almenna fyrisiting út á bygdirnar. Fyrsta hugsanin var at býráðsformaðurin man vera skeivt endurgivin. Sambært Sosialin gremur býráðsformaðurin seg um stóru tilflytanina og at hann skjótt væntar at skulla bjóða íbúgvara nummar 16.000 vælkomnan til Havnar. Mantalið í Tórshavnar kommunu Líta vit at manntalinum fyri Tórshavn, síggja vit at íbúgvaratalið í upprunaligu Tórshavnar kommunu, tað vil siga í tí partinum av kommununi sum hon var fyri einum 25 árum síðani millum Sandá og Hoydalsá, er tað at siga óbroytt í útvið einum mannaminni. Íbúgvaratalið hevur ligið millum 11.000 og 12.000 fólk. Íbúgvaratölini fyri tað, sum í dag er Tórshavnar kommuna, tað eru Tórshavn, Hoyvík, Hvítanes, Sund, Kaldbaksbotnur, Kaldbak, Norðasta Horn, Argir, Syðradalur og Norðadalur, eru seinastu 11 árin hesi: 01.01.198815.716 01.01.198916.039 01.01.199016.256 01.01.199116.203 01.01.199216.229 01.01.199316.138 01.01.199415.689 01.01.199515.134 01.01.199615.276 01.11.199615.460 01.11.199715.771 Av yvirlitinum sæst at íbúgvaratalið seinastu 11 árini sum so ikki vísa nakran vökstur, men nakrar broytingar eru. Eftir tveimum árum, frá 1988 til 1990, ökist talið við 540 fólkum úr 15.716 til 16.256 fólk. Frá 1990 til 1995 minkar fólkatalið í tí sum í dag er Tórshavnar kommuna við 1.122 fólkum, úr 16.256 niður í 15.134 fólk. Frá 1. januar 1995 til 1. november 1997, í slök 3 ár ökist fólkatalið aftur við 637 fólkum, úr 15.134 upp í 15.771. Hóast henda vökstur, so eru íbúgvaranir í Tórshavnar kommunu 1. novenber 1997, næstan 11 ár seinni, ikki stórt fleiri enn teir vóru í 1. januar 1988. Tilflytingar og fráflytingar Orsökin til ta stóru fráflytingina frá 1990 til 1995, ivast fá í, kom av ringu tíðunum, ið tá vóru. Tá íbúgvaratalið so í 1995 aftur fer at ökjast, man tað ivaleyst koma av at tíðirnar eru batnaðar. Hvörji fólkini eru, sum nú flyta til Havnar dugi eg ikki at siga. Ivaleyst eru nökur teirra fólk, sum ongantíð fyrr hava búð í Havn, men eg kundi hugsað mær at ein stórur partur eru nökur av teimum, ið fluttu burtur í ringu tíðunum, og sum nú koma aftur. Öll, ið fluttu úr Havnini ringu árini, koma tó neyvan aftur. Tilflytan til hövuðsstaðin fer altíð at vera. Urbaniseran, tað merkir at gera landöki til býöki, ella í yvirfördum týdningi flytanina frá útjaðaröki til miðstaðaröki, er einki serföroyskt fyribrygdi, tað fer fram um allan heimin, og tað fáa vit illa forað fyri. Hetta hava býir og lond um allan heim roynt til fánýtis. Vit kunnu skjótt verða samd um, at tað er óheppið, um hövuðsstaðurin gerðst ov stórur, og tá meira enn triðjingurin av fólkinum í landinum býr í Havn, so er hövuðsstaðurin ikki bara ríkiliga stórur, hann er longu vorðin ov stórur. Halda tey ráðandi eisini, at tað er óheppið at Havnin veksur ov nógv, er tað teirra skylda at tálma hesi menning. Tað er tað vit hava eitt býráð til. Kommunusamanlegging í suðurstreymoy Tá fört verður fram at hövuðstaðurin longu er vorðin ov stórur, kann tað tykjast lögið, at Havnin hevur virkað fyri at leggja kommunurnar í suðurstreymoy saman, ella leggja tær undir seg, sum onkur kanska vil siga. Tað munar lítið, at hava væl skipaði viðurskifti í Havn, tá alt uttanum Havnina sleppur at veksa vilt. Hetta eru grundirnar til at Tórshavnar býráð longu í 1973 fór undir fyrireikingarnar til at leggja alla suðurstreymoy saman í eina kommuni. Men tað er ikki bara sum at siga tað at leggja kommunurnar saman, tað hevur eisini sín kostnað. Kommunan, í hesum föri Tórshavnar kommuna, fær ikki einans ræði og stýringina av ökjunum uttanum, men hon arvar so sanniliga eisini allar teir syndir hesar kommunur hava gjört. Eitt av grefligu dömunum man vera ætlanirnar hjá landsstýrinum um at flyta stóran partin av landsfyrisitingini út í glashúsið á Argjum, har hvörki sleppst til ella frá uttan at kýla seg niðan ímillum spælandi smábörn og barnavognar til argilsi fyri tey, ið hava örindi til hesar stovnar, og ikki minst til vanda fyri tey, ið búgva og liva á leiðini. Tað er ófatiligt at Tórshavnar býráð ikki fær steðgað tílíkum ætlanum. Flyting av almennari umsyting Tá býráðsformaðurin í Tórshavn verður endurgivin fyri at hava sagt, at neyðugt verður ar flyta almenna umsiting burtur úr Havnini út á bygdirnar, ber illa til at koma til aðra niðurstöðu enn at býráðsformaðurin ikki kann vera rætt endurgivin. Aðalumsitingarnar, tað vil siga landsfyrisitingin og landsstovnar, hava hövuðssæti síni í Tórshavn, og her eiga tær at vera, annað vildi verið órationelt. Onkur vil kanska siga, at tað nýtist ikki at vera í Havn. Rætt er tað. Tað kundi verið aðrastaðni í meginökinum, men alt skal vera í sama stað. Skal okkurt flytast, skal alt flytast, lögting, landsstýri, landsfyrisiting og allir almennir stovnar, tí sum sagt, alt skal vera í sama stað. Tað hevði verið alt ov ólagaligt at spjatt eina so lítla fyrisiting í einum so lítlum landi á fleiri stöð. Men vandamálini flyta við. Tað er ikki av ongum hövuðsstaðurin er har hann er, tað er geogrefiski miðdepilin í Föroyum. Tað er tó væl hugsandi, at almenn fyrisiting einaferð verður lögd til kommunurnar, men verður tá ivaleyst talan um deildir, ið koma at taka sær av umsitingini av málum, sum júst hava við einstöku kommununa at gera. Hetta verður tó neyvan veruleiki fyrr enn alt landið er skipað í einar 8 kommunur, og sum hava orku og kvalifiserað fólk til at taka sær av hesi fyrisiting. Kommunalur útjavningargrunnur Hóast Havnin eftir míni metan eigur at stríðast fyri at varveita tað virksemi, sum er í Havn, eins væl og bygdirnar eiga at stríðast fyri at varveita tað virksemi, sum náttúrliga eigur at vera á bygd, so eigur Havnin ikki at vera egoistisk. Sjálvandi skal Havnin virka fyri at fólkið í kommununi hevur tað gott, men vit mugu minnast til at treytin fyri at Havnin hevur tað gott er at bygdirnar eisini hava tað gott. Vit mugu viðganga at umstöðurnar kring um í landinum eru ymiskar. Tí er neyðugt at kommunurnar eru solidariskar hvör móti aðrari, og styðja hvörja aðra. Tað kann verða gjört við at stovnaður verður ein kommunalur útjavningargrunnur, har tær kommunur, ið eru væl fyri eftir ávísum reglum gjalda til tær kommunur, ið eru minni mentar. Tað hevði kanska ikki verið órímiligt at tær kommunur, sum gjalda í grunnin fingu eina ávísa ávirkan á hvussu studningurin úr grunninum varð nýttur. Tórshavn á nýggjárinum 1998 Finnur Johansen Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Sjálvrós úr enda í annan ­ Nýggjársrøða løgmans var sjálvrós úr enda í annan. Hann er eisini beinleiðis ósannur, tá hann sigur, at farið varð at venda búskapargongdini í 1994, sigur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á stóru búskaparligu tiltøkini, sum sett vóru í verk í 1992/93 Jóannes Eidesgaard ­ Toskurin og sildin eru beinleiðis orsøkin til búskaparligu framgongdina. Politiska stýringin liggur so í at royna at halda vøkstrinum føstum, so hann ikki vendir ov skjótt. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, sum er formaður Javnaðarfloksins og sum eisini var fíggjarmálaráðharri í landsstýrinum, sum Edmund Joensen skipaði í 1994. Í 1996 fór Javnaðarflokkurin úr samgonguni, tí flokkurin kundi ikki góðtaka leiðsluháttin hjá Edmundi Joensen og tí at flokkurin ikki metti seg kunna standa til svars fyri tann politikk, sum borgarligi meirilutin í landsstýrinum førdi. Í samband við nýggársrøðu løgmans hava vit biðið Jóannes Eidesgaard um nakrar viðmerkingar. Løgmaður er ósannur ­ Røðan er sjálvrós úr enda í annan. Hevði Edmund Joensen verið so mikið kollegialur, at hann eisini rósti sínum samstarvsfeløgum, men ikki so frægt, at hann ger tað, sigur Jóannes Eidesgaard. ­ Løgmaður er eisini beinleiðis ósannur, tá hann sigur, at farið var at venda búskapargongdini í 1994. ­ Størsta takið at venda gongdini varð tikið árini 1992-93. Neyðugu tiltøkini vóru sera ópopuler, og kravdu tey nógv av teimum politikarum, sum tá sótu við valdið. ­ Tað eru úrslitini av hesum, sum vit fóru at síggja í 1994, sigur Jóannes Eidesgaard. Gera stór inntriv í búskapin Men formaður Javnaðarfloksins fegnast sjálvandi saman við Edmundi Joensen um tey vøkru hagtølini, sum eisini eru at síggja í Hagtíðindum, hóast hann ikki er samdur í, at persónurin Edmund Joensen er orsøkin til tess, men heldur økt fiskiveiða. ­ Tað er umráðandi, at vit bera okkum rætt at, soleiðis at vit eru før fyri at standa ímóti, tá gongdin einaferð vendur. Men landsstýrið hevur einki gjørt fyri eitt nú at verja toskastovnin - tvørturímóti hava vit í veruleikanum frítt fiskarí eftir toski, vísir Jóannes Eidesgaard á. ­ Løgmaður sigur sjálvur, at framgongdin ikki fer at halda á, men hvat ger hann fyri konsolidera samfelagið, spyr Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at vit júst hava upplivað, at løgtingið hevur samtykt fleiri lógaruppskot, sum gera stórt inntriv í føroyska búskapin, og har tikið verður av gjaldførinum. Hann sigur eisini, at vit áttu heldur at brynjað okkum til eina afturgongd, so skaðin ikki verður eins stórur, sum fyrst í 90OEunum. Og hann vísir eisini á, at bert ein lítil rentuhækking - sum vit onga ávirkan hava á - kann føra til stóra kreppu, bæði hjá landi og kommunum, eins væl sum hjá privatfólki. Løgmaður speirekur ­Edmund Joensen tosar eisini um fastleikan, sum hann hevur ført til tess at halda samgonguni saman. Kennir tú til hendan fastleikan? ­ Nei, handan fastleikan man hann best kenna sjávur, heldur Jóannes Eidesgaard. ­ Men honum dámar sera væl at speireka onnur - og tað ger hann eisini tá hann sigur, at Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin góvu upp. Sjálvstýrisflokkurin varð beinleiðis tveittur úr samgonguni, meðan Javnaðarflokkurin valdi at fara, tí tað bar ikki til at reka ein skilagóðan politikk saman við teimum borgarligu flokkunum. ­ Tað var so ikki av respekt fyri Edmund Joensen, men av respekt fyri okkum sjálvum og okkara veljarum. Økja munandi almenna sektorin Jóannes Eidesgaard sigur, at tað tykist sum um landsstýrið heldur væl standa til. ­ Men vit eru ikki komin um allar vandar enn, og bert eitt lítið nos kann forkoma búskapinum. Kortini so hava Sambands- og Fólkaflokkurin valt at vaksið almenna sektorin munandi. ­ Vit eiga altíð at vera fyrireikað til eina kreppu, tí okkara búskapur er so einstáttaður, at tað skal ikki so nógv til at venda gongdini. ­ Okkara aðalm'ðal er, at vit eiga at leggja pengar til viks, tá tíðirnar eru góðar, so vit hava nakað at standa ímóti við. At enda sigur Jóannes Eidesgaard, at tá allar almindiligheitir eru flustar oman av og tá hagtølini eru tikin frá, er lítið eftir av nýggjársrøðuni. Niðurstøðan kann tí bert verða tann, at løgmaður hevur verið heppin av standa við róðrið tá tiltøkini, sum framd vóru í 1992/93, fóru at síggjast, og tá toskurin og sildin komu aftur. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Løgmaður fer sjálvur at sita fyri samferðsluni Løgmaður hevur nú gjørt av, hvussu málsøkini, sum Sámal Petur í Grund umsat, skulu býtast millum landsstýrismenninar. Samferðsluni - og harvið undirsjóvartunlinum - fer løgmaður sjávlur at sita fyri Eirikur Lindenskov Síðani løgmaður fyri góðum mánaði síðani koyrdi Sámal Petur í Grund frá sum landsstýrismann, hevur hann sjálvur siti við málsøkjum hansara. Tað var handfaringin hjá Sámali Petur í Grund av undirsjóvartunlinum, sum var almenna orsøkin til, at Edmund Joensen, løgmaður koyrdi landsstýrismannin frá. Síðani hevur verið gitt, hvussu løgmaður nú fór at býta málsøkini. Røddir hava verið frammi, sum hava hildið, at Ivan Johannesen fór at taka yvir flestu málini. Men her hevði løgmaður bara tann trupulleika, at hann ikki er samdur við partamanninum og vágapolitikaranum Ivan Johannesen. Men henda trupulleik hevur løgmaður loyst á tann hátt, at hann sjávlur fer at taka sær av samferðslumálunum. Hini málsøkini verða býtt soleiðis: Ivan Johannesen, landsstýrismaður: Samskiftismál (tó ikki samferðslumál) Ferðavinna Mentannarmál John Petersen, landsstýrismaður: Sjóvinnumál Samferðslumál, herundir havnir og vegir/lnadsverkfrøðingurin, strandferðsla og loftverðsla situr løgmaður fyri tað, ið eftir er av valskeiðnum. Nýggjársrøða løgmans Góðu landsmenn. Tá kvøldið er av, standa vit aftur á gáttini til eitt nýtt ár. Gamlaárskvøld plaga vit at líta aftur um bak, serliga á árið, sum júst er farið, samstundis sum vit meta um, hvørjar vónir vit tora at seta til komandi árið, og serliga í ár kanska tey komandi 4 árini. Hetta verður seinasta nýggjársrøðan í hesum valskeiðnum. Løgtingsval verður útskrivað, ivaleyst áðrenn juli mánað í komandi ári. Hvat var útgangsstøðið og hvørji mál vórðu sett? Í 1994 fóru vit undir at venda fíggjarligu gongdini í Føroyum. Lántøkurnar og ovurnýtslan í seinnu helvt av áttatiárunum gjørdi, at føroyska samfelagið var farið so ruddiliga á húsagang, ein húsagangur sum bleiv endaliga staðfestur í 1992 og 1993. Fyrst í hesum valskeiði fluttu føroyingar í hópatali burtur í onnur lond at skapa sær livilíkindi, sum ikki funnust her heima. Vit settu okkum eisini fyri at vinna tann partin av heimastýrinum aftur, sum varð sleptur í gjørdum avtalum við danir. Hildið var, at vit høvdu sett okkum sera stór mál, tá vit m.a. settu okkum fyri at fáa javnvág á fíggjarlógina í seinasta lagi 1998. Hesum máli, og nógvum øðrum málum, náddu vit fyri tíðina. Í fjør segði eg, at tað var hugaligt at halda nýggjársrøðu. Tað er ikki minni hugaligt í kvøld, nú fyribils úrslitini frá árinum 1997 eru tøk. Tað hevur gingið munandi betri enn eg roknaði við, tá eg átók mær starvið sum Føroya løgmaður. Longu í 1995 sóust tekin um, at tað fór at eydnast at venda fíggjarligu gongdini í Føroyum. Hagtølini fyri 1997 vísa eins og tølini fyri 1996, at tað av álvara gongur framá í Føroyum. Hvørji eru úrslitini? Lat meg í stuttum nevna nøkur dømi um hesa framgongd: EUR Fólkavøksturin heldur fram. Aftur í ár er talan um ein nettovøkstur í fólkatalinum, sum nú er komið uppá umleið 44.300 fólk. EUR Arbeiðsloysið, sum var eini 25% við ársbyrjan 1994, og sum var 14% við árslok 1995, er nú komið niður á umleið 9%. EUR Lønarútgjaldingarnar í januar til november 1997 eru øktar 7% í mun til sama tíðarskeið í 1996. EUR Av hesum eru lønarútgjaldingarnar í marknaðarvinnunum øktar góð 7% og almennu lønarútgjaldingar øktar knøpp 6%. EUR Skatta- og avgjaldstrýstið, sum var óvanliga stórt, er minkað munandi. EUR Fíggjarognaravgjaldið er nú tikið heilt burtur. EUR Landingarprísirnir fyri tosk, hýsu og partvíst fyri upsa, eru farnir 20 til 40% upp. EUR Týðandi partar av føroyska fiskiflotanum, serliga heimaflotanum, hava havt eitt avbera gott ár. EUR Fiskiídnaðurin á landi vísur tó eina ávísa niðurgongd. Tað vendi eg aftur til. EUR Útflutningurin fyri 10 mánaðir í ár var 8% størri enn í fjør. EUR Innflutningurin fyri 10 mánaðir í ár var 7% størri enn í fjør. Økta virksemið sæst aftur í samansetingini av innflutninginum. EUR Handilsjavnin verður sostatt helst betri enn í fjør, eitt yvirskot uppá umleið 300 miljónir kr. EUR Gjaldsjavnin sær eisini út til at verða minst líka góður og í fjør, t.v.s. eitt yvirskot uppá meira enn 1.100 miljónir kr. EUR Tað vil siga, at nettouttanlandsskuldin, sum við ársbyrjan 1990 var uppá 8,5 miljardir kr. nú er komin niður um 2 miljardir kr. Framgongd Eg kundi nevnt hópin av øðrum dømum, sum vísa, at tað hevur eydnast okkum at venda fíggjarligu gongdini. Men vit mugu minnast til, at vit skulu ikki bara rokna við viðráki. Vit kunnu ikki rokna við eini líka stórari framgongd í komandi valskeiði. Tað er torført at ímynda sær betri umstøður fyri fiskivinnuna í 1998 enn í 1997, tí nøgdir og prísir hava verið á høgum støði farna árið. Veiðan á fjarleiðum verður nakað skerd komandi ár, eitt nú kvoturnar í Barentshavinum. Tó liggur ein ávísur reservi í at fáa meira fisk viðgjørdan á landi. Eg nevndi í áðni, at fiskiídnaðurin á landi hevur víst afturgongd higartil í ár. Orsøkirnar eru fyrst og fremst tørvandi vilji at fáa veiðina til lands, mótstøðan móti verandi virksemi, og tørvandi áhugin hjá heimligum kreftum at taka sær av teimum nógvu virkjunum, sum hava verið og eru til sølu. Tað tykist sum um ein ávís vend er komin í nú í seinastuni, eina mest orsakað av øktum innflutningi av frystum fiski. Eisini kann ein ávísur reservi liggja í møguleikunum fyri at gera varandi avtalur við eystanlond. Fyrsta handilsavtalan er júst gjørd við Estland. Sum so ofta fyrr nevnt tørvar okkum betri samstarv við ES. Samanumtikið kann sigast, at um framgongd ikki verður í búskapinum av øðrum orsøkum enn fiskiveiðu og fiskaframleiðslu, so er vandi fyri einum falli í lønarútgjaldingum í 1998 og frameftir, og tað fer at merkjast hart hjá landskassanum og hjá kommununum. Tá lítið og onki avlop er budgetterað hjá land og kommunum, skal ein inntøkumissur svarast við sparingum, skattahækkingum ella fíggjast á annan hátt. Eitt annað vandamál er um rentan hækkar. Tað hevði minkað um nýtslumøguleikarnar hjá landi, kommunum, privata sektorinum og hjá einstøku húsarhaldunum. Vit skulu heldur ikki gloyma stóru skuldina hjá landskassanum. Ein føst afturgjaldsskipan fer ivaleyst at seta stór krøv til sparingar og skatting. Tað kundi verið uppaftur betur Aftaná at hava víst á, at tað hevur gingist okkum betur, enn roknað varð við, og at týðuligir vandar liggja fyri framman, kann eg nevna, at tað kundi verið uppaftur betur. Í nýggjársrøðuni í fjør fanst eg at løgtinginum fyri at hava lorað ov nógv út í 1995 og 1996. Eg segði meg vera samdan við landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum lýsti fíggjarlógarviðgerðina sum eitt sjálvtøkuborð. Hóast atfinningar frá andstøðu- og samgongulimum, loyvi eg mær at halda fast við hesar atfinningar. Náddu úrslitini kundu verið munandi betri, um slíkar loringar ikki vórðu framdar í valskeiðnum. Tá havi eg lættari við at skilja, at politikkarar hava lyndi til at slaka í ár, nú løgtingsval stendur fyri durum. Og nakað er lorað í sambandi við fíggjarlógina fyri 1998, í alt einar 25 miljónir kr. Av hesum eru 8 játtaðar til heilsuverkið og 14 til almannaverkið, og 3 miljónir kr. eru játtaðar til ymisk endamál út um landið. Hesar loringar havi eg í høvuðsheitum góðkent. Nú stendur tað einum og hvørjum frítt at geva Føroya fólki gylt lyfti um, hvat teir ætla aftaná komandi løgtingsval. Men nú havi eg hug at siga sum íslendingurin segði á sinni: 3Nú er ballið buðið2 hesumegin løgtingsvalið. Hví var tað so ikki truplari? Havandi í huga, at Føroyar fyrst í nýtiárunum sum einasta land í vesturheiminum var farið á húsagang, kann tað tykjast margháttligt at tað hóast alt hevur gingið so mikið væl at rætta upp búskaparligu gongdina í Føroyum. Sjálvur ivist eg ikki í, at høvuðsorsøkirnar eru tvinnar. Tann fyrra høvuðsorsøkin er, at føroyingar hava víst vilja og evni at virka fyri einari góðari og skjótari loysn. Teir landsmenn, sum fyribils leitaðu sær arbeiðsmøguleikar og livilíkindi uttanlands, serliga í ríkisfelagsskapinum, heldur enn at falla í fátt her heima, eiga stóra tøkk uppiborna. Fleiri og fleiri av teimum leita sær nú heimaftur, og skulu teir vera væl afturkomnir. Vit vilja halda fram at virka fyri, at fleiri kunnu koma heim aftur. Eisini teir landsmenn, sum vóru eitt sindur betri fyri, sum varðveittu sítt arbeiði, og sum tí blivu heima á landi, hava stóra tøkk uppiborna. Tolni til at bera stórar skattir og avgjøld, at tola niðurgongd í inntøku, fyri ikki at tala um minking í tøkari nýtsluupphædd, arbeiðshugur og framfýsni annars vóru fyritreytirnar fyri, at vit politikkarar kundu fremja tað, sum framt er. Hin høvuðsorsøkin er ríkisfelagsskapurin. Tað, at hin parturin av ríkinum átøk sær at standa fyri allari uttanlandsskuld til londini uttan fyri Danmark, einar 7 milliardir kr., og tað, at vit framvegis hava fingið umleið 1 milliard kr. í ríkisstuðli eru avgjørdar fyritreytir fyri teimum úrslitum, sum nádd eru. Vit skulu ikki gloyma, at árligi ríkisstuðulin uppá eina miljard krónur til okkara samfelag er umleið tann sama nettoupphæddin, sum útflutningurin í teimum vánaligastu árunum legði eftir seg. Viðurskiftini við Danmark Hesi viðurskifti hava fingið drúgva umrøðu í hesum valskeiðinum, fyrst og fremst av bankamálinum. Viðgerðin í donskum og føroyskum fjølmiðlum, av donskum og føroyskum politikkarum á løgtingi og á fólkatingi hava í ávísan mun tarnað samarbeiðinum millum Føroya og Danmarkar. Tað frøir meg, at úrslitið av bankakanningini loksins verður almannakunngjørt um miðjan januar.Av góðum grundum veit eg onki um, hvat úrslitið verður. Uttan mun til, hvussu frágreiðingin verður orðað, fari eg at biðja føroyingar, løgtingsmenn og fólkatingsmenn og aðrar politikkarar, eins og fjølmiðlar, ja, allar føroyingar geva sær stundir til at koma til rætta samantakið til veruliga innihaldið í hesi frágreiðing, áðrenn verður at leika í aftur. Føroya landsstýri fer gjøgnum serkønar skjótast gjørligt at útvega eitt sakligt og rætt samantak av frágreiðingini um bankakanningina. Tykkum nýtist ikki at vera í iva um, at verður tað mett rætt og neyðugt, fer løgmaður at nýta tann sama fastleika mótvegis dønum, sum nýttur varð at sleppa okkum burturúr teimum politisku bindingunum við Danmark fyrst í hesum valskeiði, og tann sama fastleikan sum nýttur er í kravinum um, at danir átaka sær kostnaðin av bankabjargingunum. Politisku viðurskiftini innanlands Sum nátúrligt er aftaná ein húsagang hjá einum heilum samfelag, hevur verið ávísur politiskur turbulensur hetta valskeiðið. Tað byrjaði við drúgvum samráðingum og einum samgonguskjali við Fólkaflokkin, Kristiliga Fólkaflokkin og Miðflokkin. Ístaðin bleiv tað ein samgonga við Javnaðarflokkin, Verkamannafylkingina og Sjálvstýrisflokkin. Ein sambandstingmaður tók seg úr tí samgonguni. Tá Javnaðarflokkurin gav upp, varð samgonga gjørd við Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og størra partin av Verkamannafylkingini. Tá Sjálvstýrisflokkurin gav upp, helt samgongan fram sum minniluti í valbólki við Kristiliga Fólkaflokkin og fráfarna sambandstingmannin. Hesir trupulleikar hava av skiftandi andstøðum og av fjølmiðlunum verið týddir sum ein veikleiki fyri politisku leiðsluna í landinum. Men góvu vit eftir fyri Fólkaflokkinum frá byrjanini av, góvu vit eftir yvir fyri Javnaðarflokkinum í miðjum valskeiðinum, góvu vit eftir fyri tí einstaka landsstýrismanninum og góvu vit eftir fyri einstøkum tingmonnum, so høvdu vit ikki kunna víst á tey góðu úrslitini í dag. Ein eigur at leggja til merkis, at rikni politikkurin av ymiskt politiskt samansettum samgongum hevur stórt sæð verið tann sami. Vit settu okkum nøkur mál, sum í stuttum vóru: EUR at venda fíggjarligu gongdini EUR at sleppa undan bindingunum við danir EUR at lætta um hjá vinnulívinum og EUR ikki minst hjá einstaka borgarum So kunnu vit meta um, hvørt tað var ósemja ella politiskur fastleiki, sum gjørdi, at vit náddu longur enn tey settu málini. Skuldi eg fingið høvi til at gjørt tað umaftur, hevði eg roynt at sýnt upp aftur størri politiskan fastleika, hóast vanda fyri ávísum politiskum spenningum og sostatt nátt enn betri úrslitum. Onnur viðurskifti Ov drúgt verður at fara um øll mál í einari nýggjársrøðu. Nevnast kunnu nøkur stórmál. Vit hava arbeitt við spurninginum um landgrunsmarkið við Bretland, men striltið hevur gingist. Fyrireikingar verða gjørdar til eina oljuvinnu, og uppskot til oljulóggávu er lagt fyri tingið. Komið er undir land at umskipa miðfyrisitingina í landsstýrinum til broyttu stýrisskipanina. Allir aðalstjórar eru settir, eins og fulltrúar og skrivstovufólk. Hetta eru neyðug tiltøk, tí vit fingu nýggja stýrisskipanarlóg, um umsitingin skuldi virka á nøktandi hátt. Góðu landsmenn. Eg vil enda hesa nýggjársrøðu við tí týdningarmesta, eg havi at bera fram. Tað er ein tøkk til allar landsmenn, hvønn einstakan fyri hennara og hansara lut í tí endurbyggingararbeiði, vit hava framt fyri okkara land hesi fýra árini. Fyri Føroyar og fyri flestu føroyingar hava hetta verið 4 strævin, men góð ár. Í øllum viðrákinum mega vit ikki gloyma at hava Harran við okkum í øllum lutum. Okkara tankar leita í samkenslu til tykkara, ið mist hava á einhvønn hátt í farna ári. Harrin styrki tykkum, ið hava verið fyri stórum missi, og har sorg kennist sár. Vegna Føroya landsstýri fari eg at ynskja øllum Føroya fólki, burturi sum heima, eitt av Harranum signað nýggjár. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Gott Vónandi síggja vit meira til hesar gubbarnar í ár Manglandi virðing og dialogur Løgmaður livir ikki upp til andan í stýrisskipanarlógini, skulu vit ganga út frá nýggjársrøðu hansara. Har leggur hann ikki upp til dialog og virðing fyri øðrum flokkum SUM siður hevur verið í mong mong ár helt løgmaður aftur í ár nýggjársrøðu, sum varð send beinleiðis í bæði útvarpi og sjónvarpi. Hetta er ein góður siður. Men vit hava eitt stórt hjartasuff at bera fram eins og vit høvdu tað undanfarna ár, tá vit høvdu viðmerkingar til røðuna hjá Edmundi Joensen, løgmanni. EIN nýggjársrøðu hjá Føroya hægsta manni eigur at skoða yvir land og fólk sumvóru hesi ein heild. Hon eigur at bera boð um, at samanhald gevur styrki. At undirstrika okkara felags identitet. Vit eru føroyingar. Vit eru ein føroysk tjóð. Men at vit eisini skoða víðari enn bert kring okkum sjálvi - at vit hava ein víðan sjónarring og vilja vera partur av umheiminum við tí virðing og ábyrgd tað ber í sær. TAÐ er ein misskiljing, um verandi løgmaður heldur, at nýggjársrøða hansara skal vera ein valtala fyri egna flokk sín. Tíanverri var mangt í røðuni í ár júst ein valtala, har sambandsflokkurin varð hevjaður til skíggja, og traðkað varð niður á onnur. Løgmaður átti at skammast. Hesin sami maður, sum annars við stoltleika tosar um breiðar semjur og um at kenna felags ábyrgd, tekur við nýggjársrøðum sínum grundarlagið undan hesum sínum vøkru orðum. Ger tey til einkis. TAÐ, sum løgmaður fortelur Føroya fólki við síni nýggjársrøðu, er, hvussu vánaliga og ábyrgdarleyst allir aðrir hava stýrt - og hvussu fantastiskur sambandsflokkurin við løgmanni á odda hevur verið. Meðan alt gekk tann skeiva vegin ella stóð í stað, áðrenn sambandið tók við í 94, so er alt hetta broytt til tað betra, nú sambandsflokkurin hevur stýrt í fýra ár. ÁLVARATOS harra løgmaður. Tú, sum sjálvur sýnist vilja gera løgmansembætið meira tignarligt og hátíðarligt - ja at vilja geva tí dám av einum ríkisleiðara - er tann fyrsti til at máa støðið undan hesum sama, nevniliga við at brúka eina slíka tignarliga og hátíðarliga løtu sum nýggjárið er - til sambandspolitiskt valpropaganda. VIT ætla okkum ikki út í smálutir, men tá løgmaður breggjar sær so nógv av øllum tí fantastiska, sum hann og sambandsflokkurin hava gjørt fyri Føroyar - gloymir hann so ikki, at eisini aðrir flokkar og fólk hava roynt at fáa bilbukt við kreppuni og at byggja upp landið eftir kreppuna! Og gloymir hann ikki, at betraða støðan skyldast ikki sambandskum handverki, men harafturímóti í stóran mun góðum fiskaprísum og mentum fiskastovnum - nakað, sum hvørki sambandsflokkur ella sambandsløgmaður hava havt serliga ávirkan á! ANDIN við nýggju stýrisskipanarlógini er at kunna samstarva meira - at kunnu fáa úrslit tvørtur um floks- og bygdamark. Fortreytin fyri hesum er virðing og dialogur. Ikki kann sigast, at nýggjársrøða løgmans í ár beyð til nakran dialog, tíansheldur varð merkt av stórvegis virðing fyri øðrum politiskum flokkum. Við slíkum framferðarhátti sagar løgmaður og harvið sambandsflokkurin av ta grein, sum teir sjálvir sita á. Tað kemur nevniliga tann dagur, tá hesin flokkur skal til at leita sær nýggjar samstarvsfelagar í løgtinginum. Hvør flokkur og ábyrdarfullur politikari hevur hug at vísa tí virðing og føra dialog við tann, sum als onga virðing hevur víst! Um hetta verður tað, sum sambandsflokkurin ætlar sær til val uppá, kann hann einsvæl pakka saman. Tí hvør flokkur við virðing fyri sær sjálvum - og øðrum - fer í samarbeiði við ein flokk og ein floksleiðara, sum bert vísir øðrum vanvirðing! DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Frískur vindur av landsyniingini eystri, vaksandi upp í ein strúk, 13 til 18 m/s. Turt, men seinni fer at regna. Hitin umleið 7 stig. Um áttina verður landnyrðingur, og minni hiti. Veðrið sunnudagin, mánadagin, týsdagin og mikudagin: Strúkur í vindi av landnyrðingi, 13 til 18 m/s, stundum regn ella ætlaveður. Hitin umleið 5 stig. Í gjár: Eitt djúpt lágtrýst sunnan fyri Ísland gongur vestureftir og viknar. Í dag: Eitt lágtrýst eystan fyri Newfoundland gongur skjótt í en landnyrðing-eystan, tað dýpist og verður fyrrapartin í dag vestan fyri Skotland. Gudstænastur og tiltøk Gudstænastur sunnudag eftir nýggjár Havnar kirkja: Sonja Klein kl. 11 Kaldbak: Bjarni Bæk, altargongd Vesturkirkjan: Høgni Poulsen kl. 11 Glyvrar: Jónsvein Bech kl. 11, altargongd Norðskáli: Emil Olsen, kl. 11.40 skriftamál, kl. 12 messa Hósvík: Inga Poulsen Dam kl. 12 Funningsfjørður: Peter O. K. Olofson kl. 12, altargongd Sandavágur: David Johannesen kl. 12, altargongd Sumba: Heri Joensen kl. 12, altargongd Leiti: Andreas Andreasen kl. 12, altargongd Skálavík: Jákup Reinert Hansen kl. 12 Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 19: Møti. Hoyvíkar skúli Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bøn. Sunnukvøldið kl. 18: Møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Oasan, Jónas Broncksgøta 25 Mánakvøldið kl. 20 er lovsangs- og bønarmøti, har øll eru hjartaliga vælkomin. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønarmøti. Mikukvøld kl. 20: Upp-byggingarmøti. Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti. Keldan í Skálafirði Møti verður sunnudagin kl. 17 við leiðsluni. Barnamøti verður sunnudagin kl. 17. Missiónshúsið á Tvøroyri Jóla- og sjómansveitslan verður sunnudagin 4. jan. kl. 19. Andreas Andreasen, prestur, byrjar jóla- & sjómansveitsluna. Torleif Johannesen, sjómanstrúb., luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Felagið Pinkubarnadeyði hevur opið hús annan leyg-ardag í hvørjum mánaði frá kl. 14.00. Vit hittast í Jákupsstovu, J. Paturssonar-gøtu 24, Tórshavn. Nærri fæst at vita á tlf. 17940, 43363 ella 17261 Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir Leygardagin kl. 17 og 22.30 Sunnudagin kl. 11 og Kl. 20-21.30 AA-evnisfundur í Tórsgøtu 5. Mánakvøldið kl. 20 í Tórsgøtu 5. Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Kaffistovan er opin frá kl. 14-19 hvønn dag uttan leygardag. Mánadag kl. 17- 19 er Dagur og Vika o.a. Týsdag kl. 17.30 er døgurði. Føroysk bløð liggja frammi. Døgurðamatur, fløgur, bond, bøkur og ullvørur eru m.a. at fáa á kaffistovuni. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29 Andlát 18. desember Berint Wolles, Klaksvík, 94 ára gamal. 20. desember Jacobina Thomsen, Sumba, 77 ára gomul. Charlotta Olsen, Søldarfirði, vanliga nevnd Lotta, 89 ára gomul. 21. desember Óli Nygaard Weihe, Tórshavn, ættaður úr Porkeri, 87 ára gamal. Frida Ludvig, Hvalba, 95 ára gomul. Johannus Joensen, Skála, vanliga nevndur Hannus, ættaður úr Tórshavn, 78 ára gamal. 22. desember Bertram Jóhansen, ættaður av Eiði, búsitandi í Herfølge, 84 ára gamal. Sunnvá Olafson, fødd Lindahl, ættað úr Kunoy, 81 ára gomul. 23. desember Eli Jacobsen, Tvøroyri, 77 ára gamal. 25. desember Óli Joensen, Klaksvík, 82 ára gamal. 27. desember Hans Pauli Thomsen, ættaður úr Froðba, búsitandi í Havn, 46 ára gamal. Jákup Pauli Leif Chung, Skálafirði, 9 ára gamal. Símun Nielsen, Tvøroyri, 46 ára gamal. 29. desember Malena Nybo, Hvannasund, 80 ára gomul. Andreas á Grømma, vanliga nevndur Dia á Grømma, Frederikssund Hospital, 82 ára gamal. 30. desember Nanna Christiansen, fødd Poulsen, ættað av Strondum, bústandi í Vejle, 59 ára gomul. 31. desember Jóannes Meinhard í Dímun, Tórshavn. Føðingar 9. des. fingu Signy og Bent Kristian Thomasen, Hvannasund, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3700 gr. 14. des. fingu Diana Augustinussen og Dánjal Johan Müller, Vági, eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 2250 gr. 17. des. fingu Lillian Lassen og Sjúrður Johansen, Klaksvík, ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði 1530 gr. 20. des. fingu Knút og Sólvá Høgagarð, Runavík, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4070 gr. 20. des. fingu Katrin Haraldsen og Mortan Mortensen, Eiði, ein son. Hann var 48 cm langur og vigaði 2650 gr. 20. des. fingu Halgerð og Snorri Jøkladal, Fuglafirði, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3860 gr. 21. des. fingu Sólvá í Homrum, Kollafirði, og Jógvan Egholm, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3500 gr. 23. des. fingu Diana og Frank Jacobsen, Århus, eina dóttur. Hon var 47 cm long og vigaði 3070 gr. 25. des. fingu Beinta Nielsen og Gunnar Hjelm, Albertslund, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3400 gr. 25. des. fingu Unn Jacobsen og Glenn Perdomo, Nólsoy, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4150 gr. 26. des. fingu Evelyn og Eyðstein Eliasen, Fuglafirði, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3200 gr. 26. des. fingu Ann Dam Árnastein og Gísli Jónsson Hraunfjørð, Kvívík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3920 gr. 26. des. fingu Hervør Joensen og Rani Nolsøe, Klaksvík, ein son. Hann var 47 cm langur og vigaði 2300 gr. 26. des. fingu Oddfríða Højgaard og Nils Kristiansen, Toftum, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3700 gr. 27. des. fingu Karin og Hans Kass, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 4130 gr. 28. des. fingu Amy Thomsen, Hvalba, og Klæmund Johannesen, Tvøroyri, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3010 gr. 29. des. fingu Laura Vinther og Jóanes E. Árting, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3250 gr. 29. des. fingu Sunvá og Sjúrður Kass, Strondum, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3700 gr. 29. des. fingu Gunnvá Toftum og Flemming Maltesen, Herlev, tvíburðar, dreingir. Annar var 53 cm langur og vigaði 3700 gr, hin 50 cm langur og vigaði 3300 gr. 29. des. fingu Birita Samuelsen og Jógvan Lassen, Hvidovre, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4200 gr. Týsdagur 6. januar 1998 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo SVERRI HANSEN VIL EINKI SIGA Nevndarformaðurin í Føroya Fiskavirking, Sverri Hansen, vil ongar viðmerkingar gera til tíðindini um, at Jákup Mørkøre ikki longur er stjóri á Føroya Fiskavirking Internet-Sosialurin, sunnudagur: ­ Eg sendi eitt tíðindaskriv út seinnapartin í morgin. Meira vil Sverri Hansen, nevndarformaður í Fiskavirking, ikki siga um stjóraviðurskiftini á Føroya Fiskavirking, eftir at tað í gjár kom fram, at Jákup Mørkøre ikki longur er stjóri á Føroya Fiskavirking. Sosialurin frætti í gjár, at annar persónur er klárur at seta í stjórasessin, og at Jákup Mørkøre fer í annað starv innan Framtaksgrunnin, men heldur ikki hetta fingu vit Sverra Hansen at vátta. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: JÁKUP MØRKØRE ER IKKI LONGUR STJÓRI Á FISKAVIRKING Jákup Mørkøre er ikki longur stjóri á Føroya Fiskavirking. Seinasti arbeiðsdagur hansara var 31. desember 1997. INTERNET-SOSIALURIN, leygardagur: ­ Eg havi onga viðmerking til hatta har, men tað er rætt, at eg ikki longur eri stjóri á Føroya Fiskavirking. Hetta var tað, sum Jákup Mørkøre hevði at siga við Sosialin, tá vit seinnapartin í dag bóðu hann um viðmerking til tíðindini, sum seinastu dagarnar hava gingið um stjóraviðurskiftini á Føroya Fiskavirking. Sosialurin skilir, at Føroya Fiskavirking ikki ætlar at søkja eftir nýggjum stjóra, tí annar persónur er klárur at seta seg í stjórasessin. Hvør hesin persónur er, vita vit ikki enn, men hetta verður, eftir hvat skilst, kunngjørt mánadagin. Eftir tí Sosialurin skilir, er tað ikki íkomið brádliga, at stjórin í Føroya Fiskavirking verður skiftur út. Tað frættist, at Jákup Mørkøre longu fekk boðini 30. september 1997, at seinasti arbeiðsdagur hansara var 31. desember 1997; og at hann hevur fingið annað starv innan Framtaksgrunnin. Jákup Mørkøre gjørdist stjóri á Føroya Fiskavirking 2. mars 1997. Hann starvaðist í fleiri ár á Rækjuvirkinum á Oyri, har hann varð stjóri, tá Edmund Joensen segði seg úr stjórastarvinum fyri at gerast løgmaður. Jákup Mørkøre, sum er útbúgvin kemiverkfrøðingur, var stjóri á Heilsufrøðiligu Starvstovuni áðrenn hann fór at starvast á Rækjuvirkinum á Oyri, og eitt skifti var hann eisini stjóri á teldufyritøkuni DATA. Vit royndu at fáa viðmerking frá Sverra Hansen, nevndarformanni í Fiskavirking, men hann var ikki at hitta. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Pauli í Sandagerði Grand Martiné Nýggjárskonsertin 1998 Hetta var fimta nýggjárskonserrtin hjá Føroya Symfoniorkestri - tann fjóðra, sum beinleiðis fór í hvønn krók í landinum. Hetta tiltak hevur fest røtur, og gott í teir, sum kenna ábyrgd av hesum - á okkara leiðum - nýggja siði. At hesin siður er við at vinna føroyska áhoyraran, var góða undirtøkan svitaleyst prógv um: Tvær framførslur fyri fullum húsum. Hevði leitað mær niðan í Húsið til fyrru konsertina. Hetta fyri at hava møguleika at uppliva konsertina bæði í høll og á skermi. Tað svitast ikki, at høllin er størra upplivingin - haldi eisini at fyrra konsertin eydnaðist betur í fleiri førum - men skermurin og útvarpið geva eisini eina góða mynd, har smálutir koma undan kavi, ið tú valla varnast í høllini. Væleyðnað konsert Kanska besta í røðini - um alt verður talt saman. Roknistykkið er ikki av teimum truplu: nógv positivt at draga fram og fáa lýti at draga frá. Spælið var javnt gott, góður strúkaraljómur og neyvleikin á heilt góðari leið - stundum sera neyvt. Hetta er serstakliga gleðiligt, tá hugsað verður um, at so nógvir ungir spælarar vóru at síggja í hópinum. Snið Vit ganga inn og út við gamla Strauss og Radetzky. Hetta er ikki nakað nýtt, tá hugsað verður um nýggjárskonsertir aðrastaðni, men hesin táttur sýnist at virka væl her hjá okkum eisini. Okkurt nýtt, okkurt forkunnugt og hampuliga kent, og seinast - men ikki minst - góðu gomlu nýggjárskenningarnir. Kórið sær út til at hava vunnið fastan sess, og væl hóskar kórsangurin í føroyska nýggjárshugan. Tjóvska skjóran Ein lættfloygdur Rossini smeyg sær um høllina, sum tjóvur undan malandi verjueygum úr glasi. Rossini er lættur á tónunum. Undir lættfluttu violinunum stetla glaðu smástrokini hjá bassunum. Sera væl ljóðaðu strúkararnir, og væl komu týttu styrkibroytingarnar fram í øllum orkestrinum. Hvíti dirigentstavurin var væl hildin í hesu glaðu overturu. Kom at hugsa um einaferð tey >>Kongaligu<< framførdu >>Barberin í Sevilla<< í høllini á hálsi fyri mongum árum síðan. Tað vóru ikki skjórur, men ein yvirvaksin staraflokkur, sum settu sín dám á hesa konsert. Staraflokkurin settist á tekjuna at rinda møðina, men skjótt funnu stararnir stevið í vælkendu >>overturuni<<, og fámenta orkestrið mátti lúta fyri stevfasta róminum á tekjuni. Hetta tók kortini ikki royndu tónleikararnar av fótum - teir sótu í skellilátri og fingu neyvan spælt eina góða løtu. Sjálvt uttan staraflokk fekk Rossini eisini smíl á varrarnar henda illfýsna seinnapart í Norðurlandahúsinum. Dvorak og ein framúr Eero Voitk Eftir mínum tykki nógv tann stórsta tónlistarliga upplivingin var hetta lítla og hugtakandi verkið eftir Dvorak. Tórður Mikkelsen lat okkum vita, at Dvorak ivaleyst hevði havt sína gongd millum seyðamenn, var hann uppvaksin í Føroyum. Ikki var sørt av fjallgongu í hesum verki heldur - heitir seyðamenn, bannandi bøllutar eiðir yvir ólátaðar hundar, og sorgblíð heiðaljóð eftir stravnan loknan dag. Ein vælspæld cello er nakað av tí vakrasta, og Eero Voitk spældi framúr vakurt. Sorgblíða temaið varð framborið við dreymakendum dámi, og teir knøppu og meiri ágangandi tónarnir dagaðu fram, sum hvassar fjallarøðir í sólarrenning. Martin livdi sera væl við í livandi spælinum og helt tryggur í teymarnar á orkestrinum, ið livandi bylgjaði við á lyrisku tónarøðunum. Frálíkt. Barba Hevði eitt sindur ilt við at fáa høvd og hala á satsunum. Onkur av satsunum var sera stuttur og endaleysur - áhoyrarin fekk ikki stundir at liva seg inn í myndina. Overturan varð spæld saman við eini mynd av Harra Páli, ið stígur á land á klettunum fyri fyrstu ferð. Tónleikurin var eyðkendur filmstónleikur. Eitt einfalt tema, ið spakuliga veksur fram úr fyrruni. Kom at hugsa um Carl Nielsen og hansara >>Fantasirejse til Færøerne<<. Orkestrið spældi hetta langa >>crescendo<< sera livandi og >>filmiskt<<: Nú fer okkurt at henda..., men tónleikurin ber ikki og fjarar burtur. Tað, sum órógvaði meg mest, vóru myndirnar og nøvnini á satsunum. Ein satsur nevndist: >>flugt<<, men hvussu eg royndi, kundi eg við mín besta vilja ikki hoyra nakra flýggjan í tónunum. Ein mynd sýndi Barbu og Pál í hvanngarðinum ein góðan summardag: blómuangi, sól, summar og eros! Men tónleikurin hekk stillur í luftini. Seinasta lagið, ið bygt er á sálmin, >>Sorrig og glæde<<, var heldur meira heilskapað. Her vóru nakrar dramatiskar vendingar, sum orkestrið fekk sera nógv burturúr. Heldur tunnligt var tó við sjálvum tónlistarliga bygnaðinum - eitt sindur merkt av endurtøkum. Tónleikurin er vakur í mannaoyrum, men eg saknaði filmin. Tónleikur í høll og á fløgu er ikki tað sama, sum tónleikur á filmi. Nú veit eg ikki, hvussu fráboðaða fløgan verður sett saman, men í míni verð skal nógv gerast við tónleikin, áðrenn hann kann bera einsamallur - uttan film. Syrpa a la Knút Nei! Ikki er talan um eitt óreint konufólk, men um eina stuttliga samanseting av nøkrum av teimum óteljandi vøkru løgunum, ið Knút hevur >>rist<< úr ermuni. Føroyar mín móðir. Ávaringarkent ljóð í blástri, eitt sindur nútíðarkent aftursvar í orkestri, og kórið tekur ramliga undir. Vit skifta millum menn og kvinnur - og orkestur og kór. Eitt sindur av stílskifti er millum kórsatsirnar og orkestursatsirnar, ið býtað verkið upp í partar. Hetta gevur verkinum ein frískan dám, men kanska eisini eitt sindur av >>stílórógv<<, og tú verður kanska eitt sindur skakkur, tá kórið knappliga tekur tráðin upp, ið kanska ikka var við hondina! Løgini hjá Knúti eru vøkur og hava sínar væl royndu dygdir. Tey eru einføld, men sera greið í síni talu: >>Minnist tú í haganum<<, og tónarnir leika, sum smálomb á bønum. >>Mær leingist at fevna teg grønkandi vár<< ... og tað hoyrist á bæði kóri og orkestri, at nú eru vit troytt av vetrinum, og saman við Knúti kenna vit okkum trygg - nú stundar móti vári. Kórið sang vakurt - eitt sindur >>yvirsungið<< við hvørt kanska, og orkestrið spældi væl. Fekk ikki nakra veruliga mynd av samansetingina av verkinum. Í støðum ljóðaði væl, onkrastaðni stuttligt og eitt sindur >>moderna<<, men heildarmyndin var eitt sindur rótut - kanska var tað ætlanin? Nýggjársparturin Sum heild kom orkestrið væl frá hesum partinum. Vit fingu eitt sindur av hvørjum. Vøkur kend løg, og eitt sindur av skemtiligum eisini. Eitt sindur vandamikið er at fara undir kend verk, sum >>An der schönen, blauen Donau<<. Verkið er sera kent, og ikki serliga samanhangandi. Ikki er lætt at fáa øll skiftini at >>glíða<< hvørt inn í annað, men væl eyðnaðist í flestu førum. >>Pizzicato Polka<< er ógvuliga avdúkandi. Men hetta vakra og sera skemtiliga lítla verk fekk sera góða móttøku, hóast Pegasus í einum føri misti ein skógv og gjørdist eitt sindur haltur. Tó hevði smiðurin bøtt um hetta til seinnu konsertina. Tað skal tó sigast, at verk sum hetta krevja >>yvirskot<<, skulu tey veruliga koma til sín rætt. >>Københavns Jernbane Damp Galop<< var stuttligasti parturin av skránni. Um tokini órógva tónleikin í konserthøllini, hví so ikki gera tey til part av tónleikinum? Hetta hevur Lumbye gjørt í hesum skemtiliga verki. Við sannførandi myndugleika førdi rúsdrekkaráðgevin tokið gjøgnum tónleikin: Floytuna í munninum, eimin í aðrari hondini og hjólini í hinari! Væl gekst ferðin gjøgnum høllina, til Kanny Konduktørur boðaði frá, at nú vóru vit í Roskilde. Einasta atfinningin fer til myndamannin hjá sjónvarpinum, ið var ikki til reiðar at taka ímóti á farstøðini. Martin og orkestrið Vælupplagdur og vælfyrireikaður setti Martin Mouritsen sín dám á hesa frálíku konsert. Sera neyvt og livandi leiddi hann orkestrið frá byrjan til enda. Tað er gleðiligt, at hann er farin at leggja seg meira eftir at liva við í tónleikinum - hetta >>smittar<< beinanvegin, og orkestrið verður meira livandi. Heldur henda menning fram, eiga vit í framtíðini ein frálíkan dirigent í Martini. Orkestrið spældi sum heild sera væl, hóast dygdin í spælinum var eitt sindur bylgjandi. Neyvleikin var ó heilt góðari leið, og >>klangur<< og >>balanca<< vóru fragd fyri oyrað. Munur er sjálvandi eisini á verkum - summi eru meira spennandi enn onnur. Har orkestur og Martin kendu seg heima, fingu vit eina frálíka uppliving. Havi ikki skift áskoðan, síðan eg fór umdir at skriva hetta ummæli: Eftir mínum tykki higartil besta nýggjárskonsertin. Heldur henda menning fram, hava vit nógv at gleða okkum til. Tríggir stjórar og ein landsstýrismaður Á tíðindafundi á Undirvísingar- og Mentamálastýrinum mánadagin, varð nýggi bygnaðurin lagdur fram Mánadagin tóku tríggir nýggir stjórar og ein landsstýrismaður við starvi í Undirvísingar- og Mentamálum. Talan er um teir tríggjar deildarstjórarnar, Jóannes Dalsgaard, sum umsitir mentamál, Rúnu Hilduberg, sum umsitir Vinnu- og Mið-námsskúlar, og Hensar Ellingsgaard, sum umsitir Fólkaskúlan og annað, sum sagt verður í bygnaðaryvirlitinum. Umframt varð ein nýggjur landsstýrismaður á økinum >>presenteraður.<< Tað er Ivan Johannesen, sum hevur yvirtikið mentamál, nú Sámal Petur í Grund ikki er landsstýrismaður meira. Petur Petersen, aðalstjóri í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, greiddi frá samanleggingini av umsitingini í Tinganesi og Landsskúlafyrisitingini, sum nú ikki er til meira. Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í millum øðrum undirvísingarmálum, segði frá, at ætlanin er at savna alt Stýrið undir eina lon. Talan verður um húsini við Hoyvíksvegin, har >>Grunnarnir<<, eitt nú Húsalánsgrunnurin, halda til í dag. Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Kortanei til so stórar flokkar - Vit stuðla lærarunum fult út, tí teirra stríð er eisini okkara stríð: Kravið er góð og forsvarlig udirvísing, sigur nevndin í Næmingafelagnum í Hoydølum Nú kundi onkur hildið, at HF- og studentaskúlanæmingarnir eru illir inn á lærarar sínum, sum gjáramorgunin fóru í verkfall. Men so er ikki. Næmingarnir skilja væl lærararar og stuðla teimum fult og heilt. Orsøkin til verkfallið er, at tveir flokkar í skúlanum á Kambsdali vórðu lagdir saman á nýggjárinum við tí úrslitið, at 28 næmingar verða í flokkinum. Tað góðtaka lærararnir ikki og vísa til eina avtalu frá 1992 við Landsskúlafyrisitingina, har stendur, at skulu flokkar leggjast saman skal tað verða í samráð við Yrkisfelagið hjá studentaskúla- og HF-lærarum. Avtalubrot - Í samráð er broytingin ikki gjørd, tí lærararnir søgdu nei. Samráð er ikki tað sama sum hoyring. Hetta er eitt klárt og týiligt brot á avtaluna, sum aðalstjórin Petur Petersen hevur gjørt, sigur Snorri Fjalsbak, formaður í Yrkisfelagnum. Grundgevingin hjá lærarunum fyri at siga nei til samanleggingina er, at undirvísingin verður so nógv verri, hølini eru heldur ikki til tað. Haraftrat verða færri tímar til limirnar í Yrkisfelagnum. Fyrrapartin í gjár hevði Yrkisfelagið einki frætt frá mótpartinum. Teir hildu ikki, at tmótparturin átti fyrsta útspælið nú, so lærararir bíðaðu. Góður stuðul Lærararnir eru væl greiðir yvir, at eitt verkfall sum hetta rakar næmingarnar, og jú longri tíð gongur, verri verður at rætta upp aftur. - Men tað gleðir okkum ómetaliga nógv, at næmingarnir síggja álvaran í verkfallinum og stuðla, sigur Snorri Fjallsbak. Stundentaskúla- og HF-næmingarnir eru ikki fegnir um longdu jólaferiuna, tí teir vilja hava greið undirvisingarviðurskifti. Nevndin í Næmingafelagnum hevur havt fund, og í gjár var nevndin eisini á fundi við lærararnar, sum fingu at vita frá næmingunum, at teir stuðla lærararunum fult og heilt. - Vit vita, at teirra stríð tænir okkum, tí tað snýr seg um at varðveita góða undirvísing, ið er pedagogsikt forsvarlig. Einasta, sum skilir okkum og lærararnar er, at teir missa einki við einum verkfalli, men vit missa undirvísing, sigur nevndin í Næmingafelagnum. Kravið má ikki sleppast - Vit vilja sum skjótast sleppa aftur í skúla, men tað skúlin skal vera sum áður við hægst 24 næmingum í hvørjum flokki, siga næmingarnir. Teir vóna, at lærararnir standa fast við hetta kravið, tí teir bera ótta fyri, at verður eina ferð slakað, so er tapt. Aaðalstjórin Petur Petersen hevur sagt, at verða hesir tveir flokkarnir á Kambsdali ikki lagdir saman, verða færri stundaskúlanæmingar tiknir upp næsta ár. - Tað er eingin grundgeving. Heldur taka færri næmingar upp enn at gera undirvísingina verri. Ella má skúlin byggjast út. Ætla í landsstýrið Næmingafelagið í Hoydølum hevur gtt samstarv við næmingarnar á Kambsdali og í Suðuroynni, og hesir næmingarnir allir ætla ikki at liggja á tí løtu síðuni, meðan lærararnir eru í verkfalli. - Vit kunnu ikki krevja nakað beinleiðis av landsstýrinum, men loysir landsstýrið ikki henda trupul-leikan, kann landsstýrið vænta at fáa vitjan av øllum studentaskúla- og HF-næmingunum í Føroyum. So verður tað ikki bara Nyrup, sum kemur á vitjan, sigur nevndin í Næmingafelagnum í Hoydølum. Kokkurin sendur til Grønlands Franski kokkurin á grønlendska rækjuskipinum Polar Raaja er umvegis Danmark sendur úr Føroyum til Grønlands at standa til svars fyri tey 33 kg av hashi, sum tollararnir í Havn funnu fyri jól Franski kokkurin á Polar Raaja, sum er skuldsettur fyri at varða av teirri stóru hashnøgdini, sum tollararnir í Havn funnu fyri jól, er sendur til Grønlands at verða rættarsøktur. Leiðarin á Kriminaldeildini á Politistøðini í Havn, Bergleif Brimvík, sigur, at í samráð millum løgreglurnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark er maðurin sendur víðari til Grønlands. Tveir føroyskir politistar fylgdu manninum til Grønlands, har løgreglan í Nuuk tók yvir. Grundin er tann, sigur Bergleif Brimvík, at einki er, sum bendir á annað, enn at hashið skuldi til Grønlands, og tí verður ikki hildið neyðugt at gera meira burtur úr her. Tó sigur hann, at um so verður, at eitthvørt stingur seg upp, verða sjálvandi fleiri kanningar gjørdar í Føroyum, um tað verður neyðugt. Meira er málið ikki slept enn so. Franski kokkurin varð varðhaldsfongslaður til tann 5. januar. Men tá vit tosaðu við Bergleif Brimvík mánamorgunin, visti hann ikki at siga, um fongslingin var longd í Grønlandi, meðan teir arbeiða víðari við málinum. Ein grønlendingur, sum eisini var við skipinum, varð í Føroya Rætti til grundlógaravhoyring í samband við, at hashið varð funnið. Men hann varð leyslatin eftir rættarfundin. Eisini tríggir føroyingar vóru við skipinum, tá tað kom til Havnar hendan minniliga túrin. Men teir vórðu beinanvegin, eftir avhoyringar hjá løgregluni, latnir leysir aftur. Har var einki, sum bendi á, at teir høvdu nakað sum helst við málið at gera. Áki Bertholdsen Tað verður ongin undirsjóvartunnil tey fyrstu árini Hetta var genialt av løgmanni. Tað hevur eydnast honum og samgonguni at forða fyri, at undirsjóvartunnilin kemur tey fyrstu, nógvu árini. ­ Eg eri púra sannførdur um, at tað verður ongin undirsjóvartunnil gjørdur tey fyrstu, nógvu árini. Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins sigur, at við semjuni, sum er gjørd í samgonguni um at seta 20 milliónir í grunn til fast samband um Vestmannasund, hevur tað eydnast løgmanni at forða fyri, at undirsjóvartunnilin kemur tey fyrstu, nógvu árini. Og samstundis eydnaðist tað honum at seta Jørgen Niclasen, Suna Jacobsen og Ivan Johannesen so dyggiliga uppá pláss. ­ Men tað heilt geniala við semjuni er, at teir vita bara ikki av, at teir eru settir uppá pláss, sigur Jóannes Eidesgaard. Tað kemur - einaferð Sjálvur ivast hann ikki í, at undirsjóvartunnil eigur at verða gjørdur um Vestmannasund -einaferð. Men spurningurin er, um hetta er rætta tíðin. ­ Tað er ein sannroynd, at hesi seinastu seks árini eru alt ov lítlar íløgur gjørdar í at útbyggja og halda samfelagið "viðlíka^3. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað er ikki bara á samfersðluøkinum, hóast tey allarflestu strandfaraskipini eru uppslitin nú. ­ Men tað er eisini harðliga tiltrongt at gera íløgur í heilsuverkið t.d. er Landssjúkrahúsið eisini uppslitið, og tað hevði einki verið í vegin fyri at brúkt 100 milliónir á Landssjúkrahúsinum beinanvegin - og tær høvdu allar fallið á eitt turt stað. Jóannes Eidesgaard heldur tí, at tað er sera trupult at geva fólkið tann boðskap, at ein íløga í fast samband um Vestmannasund er tann mest átrokandi, og tann alt avgerandi, beint nú. Hann heldur, at íløgan í fast samband um Vestmannasund má setast upp ímóti øðrum, neyðugum íløgum, m.a. í Landssjúkrahúsið. ­ Men hon eigur eisini at verða sett uppí mót møguleikunum at ferðast aðrastaðni í landinum. T.d. heldur formaður Javnaðarfloksins, at tað er ikki lætt hjá einum suðuroyingi at svølgja, at undirsjóvartunnil er tað einasta sáliggerandi beint nú, samstundis sum ferðasambandið til Suðuroyar er so vánaligt, at verður tú ein minutt ov seinur til Smyril, skalt tú í flestu førum bíða eitt heilt samdøgur, áðrenn tú fært kansin aftur. Ella, hvat halda sandoyingar? Jóannes Eidesgaard heldur, at tað er púra náttúrligt, at vágafólk krevja tað besta sambandið. ­ Men tað er uppgávan hjá politiska valdinum at raðfesta ynskilistarnar. Og nettupp eina slíka, miðvísari íløguætlan, saknar Jóannes Eidesgaard. ­ Eg haldi, at í hesum sambandi hevur hendan samgongan slept einum møguleika, sum var fyrr, at allir landsstýrisflokkar settu seg saman og samdust um at raðfesta tær íløgur, sum skuldu gerast. ­ Nú ger hvør landsstýrismaður sína egnu raðfesting, men tær verða ikki samskipaðar. Semjan er trygd fyri at onki hendir Jóannes Eidesgaard harmast um, at Vágatunnilin nú er tikin fram úr leysum lofti og verður førdur fram sum tann mest átrokandi íløgan av øllum at gera beint nú. ­ Vágatunnilin er gjørdur til eitt mál, sum teir tríggir vágatingmenninir, Ivan Johannesen, Suni Jacobsen og Jørgen Niclasen nú hava drigið fram fyri at markera seg í valstríðnum nú í vár og summar. ­ Hinvegin eru tað eisini nógv í samgonguni, sum eru so mikið at sær komin, at tey vita, at fyri samfelagsbúskapin er hetta ikki rætta løtan at gera Vágatunnilin. ­ Tvs, at tveir týðandi bólkar í samgonguni eru settir upp ímóti hvørjum øðrum. ­ Men við eini genialari semju eydnaðist tað løgmanni at gera báðar partar nøgdar, báði teir, sum vilja hava tunnilin nú, og teir, sum ikki vilja hava tunnilin fyribils. ­ Eftir semjuni hava teir tríggir vágatingmenninir fingið eina tátu, sum teir kunnu verja seg við fyri veljarunum í Vágum, hóast eg ivist í, um vágafólk bíta á agnið. ­ Men samstundis hevur hin parturin í samgonguni fingið trygd fyri, at púra onki hendir, og at farið verður ikki undir undirsjóvartunnil enn á sinnið. ­ Semjan ber nevniliga í sær, at 20 milliónir eru settar í ein grunn til undirsjóvartunnil. ­ Men grunnurin skal hava eina lóg at virka eftir, áðrenn tað ber til at brúka eina einastu krónu úr grunninum. ­ Tann lógin er ikki komin enn. Og verður hon løgd fram, er ongin trygd fyri, at hon verður samtykt. Jóannes Eidesgaard sigur, at við hesari ferðini, sum pengar verða settir av til arbeiðið, fara nógv Harrans ár at ganga, áðrenn Vágatunnilin er veruleiki. ­ So nyttar onki at Vágatingmenn siga, at tað fer at taka trý ár. ­ Tað sum er hent, er, at ein politiskur trupulleiki er langtíðar-parkeraður. ­ Tapararnir verða tey vágafólk, sum hava droymt um fast samband nú. Jóannes Eidesgaard sigur, at vildi samgongan hava arbeiðið ígongd, vórðu pengarnir settir av á fíggjarlógini fyri komandi ár. ­ Tí so kundi verið farið undir arbeiðið. Allar aðrar loysnir eru burturforkláringar. Tí sum er, hava tey afturhaldssinnaðu í samgonguni fingið ein eyka møguleika at forða fyri, at farið verður undir arbeiðið: Fyrsti møguleikin er at syrgja fyri, at so lítið sum møguligt verður sett av í grunnin. Hin møguleikin er at forða fyri at grunnurin fær eina lóg at virka eftir. ­ Síðani Edmund tók við samferðslumálum er eisini tann broyting í fíggjarlógini, at pengar eru settir av til ábøtur á ferjuleguna á Oyragjógv. Tað er væl ein ásannan av, at fast samband um Vestmannasund kemur ikki enn á sinnð, heldur Jóannes Eidesgaard. Mistu tamarhaldið Annars heldur hann, at tað er hugstoytt, at samgongan aftur er farið at gera grunnar aftur, eftir eitt miðvíst arbeiði í fleiri ár at taka allar grunnar av. ­ Grunnar hava verið illa dámdir. Tí avleiðingin av teimum hava verið, at vit hava fingið eitt virksemið við síðurnar av landskassanum, sum vit politiskt ikki høvdu fult tamarhald á. ­ Tí tá vit høvdu grunnarnar, vóru tað ikki samfelagsbúskaparligar ørsøkir til at fara undir íløgur. Tað veldist alt um, hvussu nógvir pengar vóru í onkrum grunni her, ella har, hvørji arbeiði vórðu sett ígongd. ­ Tað vil siga, at tað eru pengarnir, sum stýra íløguraðfestingini. ­ Tað, vit tvørturímóti hava roynt við at avtaka grunnarnar, er, at alt alment virksemið í landinum skal síggjast á fíggjarlógini. Tí eru sjálvt stovnar á fíggjarlógini, sum ikki fáa pengar á fíggjarlógini. Tað hava vit gjørt fyri at fáa fult tamarhald á almenna virkseminum. Jóannes Eidesgaard minnir á, at tað var Jógvan Sundstein, sum í síni tíð í landsstýrinum setti rættiliga ferð av avtøkuna av grunnum. Tí undrar tað hann, at partamenninir hjá Sundstein í Tinganesi nú aftur eru farnir at endurtaka mistøkini við grunnum. Ikki búgvið enn Annars heldur Jóannes Eidesgaard ikki, at málið um fat samband um Vestmannasund er búgvið til politiska støðutakan enn. ­ Vit hava onki fingið at vita um tað tekniska í málinum. Og vit hava onki fingið at vita um aðrar møguleikar. Kanska vórðu báði byrging og brúgv umrødd fyri 10 árum síðani, men alt tað vita øll vit, sum eru yngri enn so í politikki, púra onki um. Jóannes Eidesgaard sigur, at hann er sjálvur fyri føstum sambandi, táið tíðin er búgvin. Men tað er hon ikki løtuni. Tí heitir hann á vágafólk um at sláa kalt vatn í blóðið. ­ Enn ridlar búskapurin so illa, at tað krevur størsta varsemi. Tað hevur gingið gott, tí fiskiskapurin hevur verið óvanliga góður. Men bara tað, at hann kemur niður aftur á vanligt støði, fer tað at merkjast. Tí skal so ómataliga lítið til, áðrenn tað aftur verður galið. Og tí undrar tað meg, at Anfinn Kallsberg, sum mælti til varligan íløgupolitikk, nú fullkomiliga hevur slept endanum. ­ Hetta, sum nú hendir, er ein stór háðan ímóti øllum teimum føroyingum sum fóru ígjøgum so nógv í kreppuárunum, og enn gera tað av teimum tiltøkum, vit noyddust at seta í verk. Long bíðitíð Jóannes Eidesgaard sigur, at sum hann hevur skilt trupulleikan, er tað ikki siglingin, men bíðitíðin, sum er tann stóri trupulleikin. ­ Hvussu stórur trupulleik i tað er, veit ongin betri enn vit, sum ferðast javnan til Suðuroyar. ­Tosar tú við sjómenn, sum koma uttan úr heimi, siga teir allir, at tað er onki at koma úr Singapore ella New York til Havnar. Takið er at koma úr Havn til Suðuroyar. ­ Men er bíðitíðin um Vestmannasund ein trupulleiki, hví so ikki ásanna, at onki fast samband kemur tey fyrstu 10 árini, og royna at stytta bíðitíðina eitt sindur. Hví ikki kanna møguleikan fyri at seta tvær góðar ferjur, sum Sam, í sigling, so tað ongantíð bleiv meiri enn 20 minuttir ímillum hvørja fráferð. ­ Og hví ikki kanna eftir, um tað ikki kann bera til at bíleggja sær ferðaætlan frammaundan, sum mann kann í øðrum londum. ­ Tá er tað ikki vist, at trupulleikin hevði verið so stórur, heldur Jóannes Eidesgard. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo ERNST HANSEN, LØGTINGSMAÐUR, DEYÐUR INTERNET-SOSIALURIN, sunnudagur: Seinnapartin í dag doyði Ernst Hansen, løgtingsmaður á Landssjúkrahúsinum. Ernst Hansen Ernst Hansen, løgtingsmaður, hevur alla sína tíð verið sera virkin í samfelagsviðurskiftum. Sum heilt ungur fekk hann áhuga fyri politikki, og sum nevndarlimur í Sosialistiskum Ungmannafelag varð hann fyrstu ferð valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi í 1966. Ernst Hansen var útbúgvin grannskoðari og arbeiddi hann á Grannskoðaravirkinum hjá Jógvan Sundstein og Paula Ellefsen í nøkur ár, til hann seinni fór á Telefonverkið at starvast. Í 1975 var Ernst Hansen valdur til formann í Starvsmannafelagnum, og røkti hann hetta starvið til 1987. Hann umboðaði Javnaðarflokkin í líkningarnevndini í Havn í mong ár og var eisini formaður í nevndini. Eftir at hava starvast á Telefonverkinum í fleiri ár, fór Ernst Hansen aftur í starv sum grannskoðari á Grannskoðaravirkinum hjá Jógvan Sundstein. Men tá kreppan tók seg upp fyrst í 90'unum, og virkið minkaði um starvsfólkatalið, varð Ernst Hansen millum teirra, sum vórðu søgd úr starvi. Tá fór Ernst Hansen at lesa løgfrøði sum sjálvlestur og fekk prógv sum løgfrøðingur, og starvaðist hann eitt skifti sum løgfrøðingur á Løgtingsskrivstovuni. Tá Kristian Magnussen í oktober 1996 tók við sum landsstýrismaður, og tískil mátti leggja løgtingssessin frá sær, tók Ernst Hansen við tingsessinum umboðandi Verkamannafylkingina. Ernst Hansen var tó ikki heilt ókunnugur við tingmannastarvið, tí hann hevur onkur skifti í 80'unum umboðað Javnaðarflokkin á tingi sum varamaður. Ernst Hansen var 54 ára gamal nú hann doyði. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Kyndil leggur upp til spennandi endaspurt Hondbóltur: Kyndlakvinnur vunnu týdnigarmikla dystin móti StÍF, og trý lið endaðu sostatt grundspælið við sama stigatali 1. deild menn: Kyndil-StÍF 27-26 (15-15) Spenningurin var í hæddini, tá tvey av bestu kvinnuliðunum í Føroyum, Kyndil og StÍF, hittust í høllini á Hálsi sunnudagin. Kyndil vann dystin og kom sostatt upp á sama stigatal sum StÍF og Neistin. Serliga var tað Lotte Sørensen, sum skaraði burtur úr við at gera ikki færri enn fjúrtan av teimum 27 málunum hjá Kyndli. Næstbesti málskjútti hjá Kyndli var Jórun Ludvig, sum gjørdi fýra mál. Hjá StÍF gjørdu Eyðleyg Mikkelsen og Paula B. Jacobsen hvør síni sjey mál, meðan Signhild Petersen gjørdi seks. Dysturin var javnur allan vegin fram til miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Kyndil tók seg fýra mál framum. Kyndil fekk skorað til 23-19, hóast bæði Jórun Ludvig og Frida Johannesen sótu uttanfyri, og Kyndil bert hevði fýra útileikarar á vøllinum, meðan StÍF hevði seks. Tað skal tó eisini sigast, at StÍF longu í næsta álopi kom upp á 23-20, og júst tað málið syrgdi fyri, at spenningurin varð varðveittur. Trýmálsleiðslan helt sær leingi, men av onkrari orsøk vildu Kyndlakvinnurnar ikki halda upp á bóltin, tá tær vóru í álopi, men royndu seg við skotum í staðin - skot sum ikki fóru í málið, og sum gav StÍF møguleika fyri at minka enn meira um munin. Tað rakk kortini ikki hjá strandakvinnum, tí Kyndil í seinastu sekundunum megnaðu at halda høvdið kalt og gera 3-meturskast, tá tað var neyðugt, og sostatt forða StÍF í at sleppa til at skjóta. Fyri Kyndil var sigurin sunnudagin av stórum týdningi, og tað sást eisini á leikarunum, tá dysturin var liðugur. Nú er púra javnt millum trý tey ovastu kvinnuliðini í 1. deild, nú endaspælið er liðugt. Lagt er upp til ein spennandi endaspurt... Hoyvíkingar endaðu grundspælið í stíli Hondbóltur: H71 endaði grundspælið við einum sigri móti KÍF 1. deild menn: KÍF-H71 21-28 (11-16) H71 hevur staðið seg óvæntað væl í ár, og hoyvíkingar endaðu eisini grundspælið við einum sigri á KÍF, sum sostatt endaði niðast á stigatalvuni, nú kappingin >>byrjar av nýggjum<<. Liðini fylgdust umleið helmingin av fyrra hálvleiki, men so dróg H71 frá og var í hálvleikinum á odda 16-11. Tað var serliga verjuspælið hjá hoyvíkingum, sum riggaði væl sunnudagin. Hinvegin tyktist stríðsviljin hjá KÍF ikki at vera tann sami sum sæð fyrr í ár. Jákup Símun Simonsen er ein av veteranunum á H71-liðnum, og hann sigur, at teir eru sera væl nøgdir við kappingarárið higartil. Nú endaspælið byrjar, liggur VÍF best fyri, meðan H71, StÍF og Kyndil eru rættiliga jøvn. Tá hoyvíkingar spældi móti VÍF í Havn fyri jól, vóru teir á odda stóran part av dystinum, men taptu so kortini. Um tann dysturin varð vunnin, hevði stigatalvan sæð eitt sindur øðrvísi út enn hon ger júst nú. - Tann dystin hugsa vit ikki meira um. Hóast vit framdu onkran taktiskan brølara í seinna hálvleiki av VÍF-dystinum, má sigast at teir høvdu uppiborið at vinna, sigur Jákup Símun Simonsen, sum ikki vil siga nakað um, hvussu fer at gangast hjá H71 í endaspælinum. - Vit taka bert ein dyst í senn og so fáa vit at síggja, hvussu leikur fer, sigur hann. H71 og VÍF hittast aftur í fyrsta dystinum av endaspælinum tann 17. januar, men áðrenn tað hittast liðini longu í steypakappingini. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo StÍF rann Kyndil um koll Hondbóltur: StÍF vann uppiborið á Kyndli í seinasta dystinum í 1. deild hjá monnum áðrenn endaspælið 1. deild menn: Kyndil-StÍF 22-31 (11-18) Í seinasta dystinum í grundspælinum vann StÍF uppiborið á Kyndli í høllini á Hálsi í Havn sunnudagin. Endaliga úrslitið gjørdist 31-22, men longu í fyrra hálvleiki vístu strandingar, at teir henda dagin vóru nógv betri enn kyndlamenn, ikki minst hvat konditión viðvíkur. Longu í hálvleikinum vóru sjey mál á muni, 18-11, og hóast Kyndil í byrjanini av seinna hálvleiki tók seg upp á 18-14, var ongantíð veruligur ivi um, hvønn veg sigurin fór. Serliga málverjin hjá StÍF, Jóhan Danielsen, stóð væl og tók í seinna hálvleiki fleiri brotskøst. Til tíðir var hugflogið í spælinum hjá heimaliðnum sera lítið, meðan strandingar hinvegin vóru raskir at skora upp á sínar møguleikar. Serliga Arthur Johansen gjørdi um seg og fekk tíggju mál., har av tey sjey í fyrra hálvleiki. Tað gjørdi heldur ikki støðuna hjá Kyndli betri, at annar málverjin, Hans á Lag, fekk reyða kortið, tá fyrri hálvleikur endaði, fyri at skumpa ein stranding út í veggin. Hetta var annars fyrsti dystur hjá Hans á Lag eftir leikbannið, hann fekk fyri eitt annað reytt kort móti H71 beint áðrenn jól. Spurningurin er kortini, um tað hevði gjørt mun, um Kyndil í seinna hálvleiki hevði havt ein ella tveir málverjar, tí StÍF-liðið var vælupplagt og vann uppiborið. Eftir ósigurin sunnudagin datt Kyndil niður á fjórða pláss, nú endaspælið byrjar. Men av tí at øll liðini missa helvtina av sínum stigum, er framvegis sera javnt, og alt kann henda komandi tríggjar mánaðirnar. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Intertoto-kappingin verður nú broytt Fótbóltur: Intertoto-kappingin, sum VB hevur rætt til at luttaka í, verður nú broytt Summarkappingin hjá UEFA, tann sonevnda Intertoto-kappingin, verður nú broytt. Føroysk lið hava luttikið í kappingini seinastu árini, har tey hava spælt fýra dystir - tveir heimadystir og tveir útidystir. Men kappingin hevur verið í einum slag av kreppu seinastu tvey árini, tí lið úr teimum fremstu fótbóltslondunum í Europa ikki hava havt áhuga í at luttikið - hóast trý tey bestu liðini í kappingini sleppa við í UEFA Cup-kappingina. Orsøkirnar eru fleiri. Peningaliga er vinningurin hjá feløgunum ikki so stórur, og harumframt verður kappingin spæld um summarið, tá flestu landskappingar liggja stillar, og leikararnir hava høvi til at taka sær eitt sindur av løttum. Men nú verður kappingin so broytt. Størsta broytingin er, at í staðin fyri fýra dystir í einum innleiðandi bólkaspæli verður frá nú spælt eftir Cup-skipanini frá fyrsta dysti av. Tað hevur so aftur við sær, at summi lið bert fáa ein dyst í kappingini. Eitt sindur spell fyri føroysku liðini, sum inntil nú altíð hava fingið í minsta lagi fýra dystir. Sum nummar fýra í landskappingini í fjør hevur VB í ár rætt til at umboða Føroyar í Intertoto-kappingini. Julian Johnsson farin til Noregs Fótbóltur: Ársins Leikari í 1996, Julian Johnsson, er nú farin til Noregs, har hann skal spæla við 1. deildarfelagnum Kongsvinger Julian Johnsson er nú farin til Noregs Fríggjadagin fór Julian Johnsson til Noregs, har hann komandi trý árini skal royna seg á besta liðnum hjá Kongsvinger, sum er í bestu norsku deildini. Julian var ein av berandi kreftunum á B36-liðnum, sum í fjør vann føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð í 35 ár, men sum skilst er tað serliga hansara avrik á føroyska landsliðnum, m.a. móti Malta, sum fekk norðmenn at bjóða honum ein sáttmála. Kongsvinger telist millum miðalgóðu liðini í norsku 1. deild, har Rosenborg hevur verið einaráðandi seinastu árini, og skal luttaka í Intertoto-kappingini í summar. Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Nógv vilja sleppa á fótbóltsvenjaraskeið Fótbóltur: Norðmenn koma í vikuskiftinum til Føroyar at geva føroyskum fótbólti íblástur Tað er stórur gravgangur millum føroyskar fótbóltsvenjarar at sleppa á venjaraskeið. Síðsta dømið um hetta er áhugin fyri skeiðnum, sum norðmenn fara at halda í Havnini komandi vikuskifti. Ikki færri enn 34 venjarar hava boðað frá luttøku - 33 mannfólk og eitt konufólk! Tað er útbúgvingardeildin hjá Fótbóltssambandinum, sum skipar fyri. Formaðurin Jákup Simonsen sigur, at skeiðið er fingið í lag eftir ynski frá venjarafelagnum. Felagið hevur havt á orðið við FSF, at teir halda, at tað hevði verið gagnligt við íblástri aðra staðni frá, umframt skipaða samstarvið, sum er við Danmark, og so hevur FSF vent sær til Noregs. Innihaldið Skeiðið verður í HB-húsinum, og tað byrjar fríggjadagin klokkan 17. Hildið verður á til klokkan 21. Leygarmorgunin bjóðar FSF morgunmat klokkan 8.30 og døgurða klokkan 12. Skeiðið byrjar henda dagin klokkan 9.00, og tað verður hildið á til klokkan 18. Skeiðið er fyri tey, sum hava royndir at venja. Tað snýr seg um taktiska og tekniska venjing, um leikara- og liðmenning og um fysiska venjing við atliti til norskan fótbólt. Norðmenn hava tey seinnu árini tikið seg ógvuliga nógv fram í altjóða fótbólti. Tað sæst á fleiri økjum. Norska landsliðið verður við í HM-endaspælinum í summar, og teir eru flokkaðir millum teir fremstu, tá lutakastið til EM-undankappingina verður seinni í hesum mánaðinum. Norsk feløg hava staðið seg sera væl í europeisku kappingunum seinnu árini, og norskir spælarar gera seg galdandi aðra staðni enn í Noregi, sum teir ongantíð hava gjørt tað áður. Hetta er ikki minst galdandi í Onglandi. Tað verður nógv tosað og skrivað um, hvørjar orsøkirnar eru til, at norskur fótbóltur hevur verið fyri so stórari menning tey seinnu árini. Fleiri lutir hava verið nevndir í kjakinum, men breið semja er um, at dygga og miðvísa útbúgvingin, sum norska fótbóltssambandið hevur havt á skránni í nógv ár, er ein stórur partur av frágreiðingini. Ábyrgdarmenninir Tað hevur verið upp á tal, at Egil Drillo Olsen, venjarin hjá norska landsliðnum, skuldi koma til Føroya komandi vikuskifti, men nú er greitt, at hann verður ikki í ferðalagnum. Teir báðir, sum koma, eru Andreas Morisbak og Øyvind Nielsen. Hesir eru báðir væl kendir í norskum fótbólti. Tann fyrri verður sagdur at vera ein av høvuðsmonnunum aftanfyri norsku venjaraútbúgvingina. Hann hevur verið við í mong ár, og hann hevur skrivað ikki so lítið um venjing. Øyvind Nielsen hevur verið venjari í mong ár. Hann hevur áður havt ábyrgdina av onkrum felagi í 1. deild. Nú er hann venjari hjá einum U16-økisliði. Jákup Simonsen, formaður í útbúgvingardeildini hjá FSF, sigur, at ætlanin, sum teir hava lagt fyri 1998, gevur øllum teimum, ið hava áhuga fyri at betra um sín førleika at venja, møguleikar at koma á skeið. Ymsu skeiðini hava ymsar málbólkar, og komandi vikuskifti eru tað altso tey, sum hava fingist við at venja, ið hava møguleikan, og tað stimbrar tey í FSF, at áhugin er so stórur, sum luttøkutalið komandi vikuskifti gevur ábendingar um. VB vann botndystin móti GÍ Hondbóltur: VB gjørdi 35 mál og vann við 11 málum á GÍ 1. deild kvinnur: VB-GÍ 35-24 (17-13) Vágskvinnur gjørdu eitt rættiligt hál í botndystinum GÍ sunnudagin. Eftir ein lutvíst javnan fyrra hálvleik, har GÍ fleiri ferðir eisini hevði leiðsluna, tók vágskvinnur dyk á seg, og tær vunnu tryggan sigur, tá alt kom til alt. Fram móti hálvleikinum fóru tær fleiri mál fram um, og so hildu tær seg frammanfyri restina av tíðina, at enda vóru 11 mál á muni. Dysturin hevði stóran týdning, tí tapti VB dystin mistu tær eitt fet sammett við bæði Stjørnuna og GÍ, men nú vann VB-liðið, og tað hevði við sær, at tað er sera javnt í botninum. Øll trý botnliðini, VB, Stjørnan og GÍ, hava fýra stig eftir fyrstu 10 dystirnar, og einastu sigrarnar liðini hava vunnið, hava verið í innanhýsisdystum mót hvørjum øðrum. Sólrun Krosslá og Eydis Kjærbo gjørdu átta mál í part fyr VB, og Sunrid Gleðisheygg gjørdi 10 mál fyri tapandi liðið. Herfølge selt álopsspælara Fótbóltur: Chris Hermansen skal næsta kappingarár spæla við AB Samstundis sum Herfølge-liðførarin Peter Frank er farin til Fraklands at spæla við Strasbourg, hevur felagið hjá Jákupi Mikkelsen eisini selt ein spælara, sum vanliga er at finna í hinum endanum av vøllinum, álopinum. Chris Hermansen hevur havt skiftandi eydnu í Herfølge, og nú hevur felagið gjørt av, at selja álopsmannin til AB. Herfølge-spælarin sleppur tó ikki at skifta grasið á Herfølge Stadion út við tað hjá AB nú. Hóast søluna er váttað, verður hon ikki gjøgnumførd fyrr enn eftir lokna kapping, og tí verður Chris Hermansen framvegis at finna Herfølge fram til juni mánaða í ár. Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Stjørnan ikki breiddina til at vinna á Neistanum Hondbóltur: Neistin vann tryggan sigur á Stjørnuni, sum var á odda fyrstu løtuna 1. deild kvinnur: Neistin-Stjørnan 25-17 Víst kom Neistin aftur um móti Stjørnuni, men tað var í grundini eingin trupulleiki hjá Neistanum at vinna móti kvinnunum úr Klaksvík. Í seinna hálvleiki var Neistin munandi betri, staðfesti at liðið hevði størri breidd, og fór væl fram um botnliðið úr Klaksvík. Fyrsta partin av dystinum gekk væl hjá Stjørnuni. Ta- fóru fram um 5-2, verjan riggaði væl og álopsspælið móti illa skipaðu Neistaverjuni gav opnar kjansir. Neistin kom fyri seg, og tá eitt korter var spælt, fóru tær fram tær fram um 7-6, og so hildu tær seg frammanfyri restina av dystinum. Í seinna hálvleiki gjørdist munurin millum liðini greiður, sjálvt um Stjørnan eina løtu hevði gott tak á og minkaði munin til tvey mál. Hetta var miðskeiðis í seinna hálvleiki, men restina av dystinum fór Neistin væl og virðiliga frá Stjørnuni, og me-an gestirnir bert fingu trý mál seinasta korterið av dystinum, økti heimaliðið upp í 25-17. Mildrið Jacobsen og Inga Danberg gjørdu átta mál í part fyri Neistan, meðan Joan Midjord Joensen og Simona Hansen skoraðu fýra mál hvør fyri Stjørnuna. Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo VÍF smurdi Neistan av Hondbóltur: Neistin fekk ein dyggan frammaná, tá meistaraliðið úr Vestmanna vitjaði í Havn leygardagin Áki Olsen gjørdi 12 mál móti Neistanum 1. deild menn: Neistin-VÍF 18-43 (12-21) Vestmenningar endaðu grundspælið við einum risastórum sigri á Neistanum í høllini á Hálsi. Heili 25 mál vóru á muni tá dysturin var av, og vísti øðiliga munin, sum er millum VÍF og tey veikastu í deildini. Neistamenn formáddu sær als einki mðoti sterka VÍF-liðnum, sum rættiliga dusaði sær í veiku Neistaverjuni og skoraðu eitt mál fyri og annað eftir. Fyrstu løtuna av dystinum gekk báðar vegir, men hóast Neistamenn løgdu stóra orku í verjupartin, vóru tekini longu tá sjónlig. VÍF spældi betri, skjótari og meiri uppfinsamt. Í verjuni tóku vestmenningar sær ikki av løttum, og tað at teir vóru so nærlagdir í báðum endum av vøllinum, gjørdi, at sigurin gjørdist so stórur, sum hann sjáldan gerst, sjálvt tá VÍF spælir móti botnliðunum í deildini. Áki og Ingi Olsen vóru topskjúttar hjá VÍF, Áki gjørdi 12 mál og Ingi 11 mál. Hjá Neistanum var Karl Oddmar Rasmussen topskjútti við fimm málum. jan muller jan@sosialurin.fo Skuldin býtast millum partarnar -Hví fekk eg ongantíð svar uppá bræv mítt til Nyrup Rasmussen frá 30. januar 1993. Í Føroyum verður tað mett sum ógvuliga lítil virðing ikki at svara aftur uppá brøv. Hevði Nyrup valt nakrar av teimum loysnum, sum eg vísti á í tí brævinum, so hevði hetta ongantíð fingið slíkar dimensiónir. Tá høvdu vit sjálvir kunnað bjargað Sjónvinnubankanum saman við teimum stóru innskjótarunum. Stjórnin valdi heldur eina loysn, har Den Danske Bank fekk møguleika at tøma Føroya Banka sigur Atli Dam, sum er burturstæddur, bæði tá Nyrup kemur á vitjan, og tá úrslitið av bankakanningini fyriliggur. Ein av høvuðspersónunum í føroyskum politikki í mong mong ár, Atli Dam, og ein teirra, sum hevur verið mest drigin uppí bankamálið og onnur mál, ið hava havt tilknýti til kreppurnar, sum verið hava seinastu árini, verður ikki í Føroyum, hvørki tá danski forsætisráðharrin vitjar ella tá úrslitið av bankakanningini fyriliggur. Sosialurin hevur tí vent sær til Atla Dam og spurt hann, hvørjar viðmerkingar hann vildi havt til bæði vitjan Nyrups og úrslitið av bankakanningini, um so var, at hann var stæddur í Føroyum! Hann sigur, at tá danski forsætisráðharrin so fegin vil sleppa at vitja Føroyar nú, so eiga føroyingar sjálvandi at taka væl ímóti honum. Sjónvarpsendingarnar -Men er tú ikki vónsvikin av ikki at kunna vera hjá-stæddur tá Poul Nyrup Rasmussen kemur at vitja! -Tað er eitt sindur torført at meta um, hvat ein missur við ikki at vera heima. Nú vísti føroyska sjónvarpið á, at føroyskir politikarar høvdu spælt við í leikinum sum statistar og hóast teir ikki kendu manuskriptið, so eydnaðist leikurin, sæð við donskum eygum, sera væl. Er tað so, at ein bert skal vera statistur í eini uppseting, sum hevur til endamáls at frígera Nyrup Rasmussen fyri ábyrgd, ið bert kemur at bjóða uppá úttalilsi við lítlum innihaldi av óforpliktandi slag, so eri eg ikki keddur av ikki at sleppa at luttaka í orðaskiftinum. Men gevst høvi til veruligar samrøður við eftirfylgjandi samráðingum kanska, so vildi eg fegin sloppið at borið fram nakað av tí, sum sera tungligt bylgist innan í mær, eftir at ein hevur verið vitni til tað heilt óhugnaliga, sum er hent og sum hevur gjørt, at bruni -"betendilsi" veruliga er íkomið í føroysk-donsk viðurskifti. Atli Dam sigur víðari, at fekk hann høvi til at siga nakað við Nyrup, so hevði hann sagt, at tað er alneyðugt við handling nú og við einum dialogi, sum fer niður á botn til orsøkina til henda bruna, og har gjørt honum greitt, at hesin bruni millum stjórnirnar báðar, ta fyrru og hesa, og so føroyskar myndugleikar, er nakað, sum er vaksið til ein svull millum føroyingar og donsku stjórnina og ikki minst hevur knasað tað samarbeiði, sum hevur verið millum føroyska og danska javnaðarflokkin síðan stovnsetingina av flokkunum. -Eg vildi gjørt honum greitt, at teir hava gjørt seg so nógv inn á heimastýrislógina, at hon nú má loysast av av einum nýggjum sáttmála, sum veruliga gevur føroyingum sjálvsavgerðarrættin, sjálvsstýrið aftur. Spælt við merktum kortum -Eg vildi eisini roynt, sigur Atli Dam víðari, at greitt honum frá, at úttalilsi um sínámillum virðing og um at líta frameftir, at sýna álit og virðing fyri føroyskum sjálvsavgerðarrætti, hevur lítið innihald, um ikki nakað veruligt og nýskapandi kemur burtur úr. Eg vildi sagt, at vit veruliga kenna okkum snýttar. At vit eru greiðir yvir, at tað er spælt við merktum kortum. Hetta at spæla við merktum kortum hevur ongantíð verið nógv virt, og varð tað eitt veruligt kortspæl, so kom hetta eisini undir revsilógina. Tá eg sigi, at spælt er við merktum kortum, so liggur harí, at ikki fyrr enn, at notatið frá september 1992 kom undan kavi á sumri í 1995, gjørdust vit í Føroyum veruliga so greið yvir tann leik, sum varð farin fram í sambandi við sølu, í donskum stjórnum og helst eisini aftan tjald mótvegis fólkatinginum. Forvitnisligt hevði verið at fingið at vitað, um fólkatingið veruliga eisini ætlaði at farast skuldi fram ímóti føroyingum, soleiðis heilt uttan fyri allar tær spælireglur, sum frammanundan vórðu avtalaðar. Eg vildi harmast um, at so long tíð er farin fyri skeyti, sum frá meðal 95 til nú, til at endurbyggja álitið í ríkisfelagsskapinum og at skapa møguleikar fyri framhaldandi at vera í ríkisfelagsskapinum. Tað arbeiðið skuldi fyri langari tíð síðani verið byrjað. Eg hevði heldur ikki lagt meg so nógv út í, hvørt menn úttala seg, áðrenn úrslitið av bankakanningi fyriliggur. Bankakanningin er bert ein partur av øllum tí, sum er farið fram. Eg meti, at allur leikurin sum hann er er so ótespiligur, at tað er bert at fáa hetta aftur um bak sum skjótast. Atli Dam heldur tað sostatt ikki vera rætt av Nyrup at vísa frá sær at tosa um bankamálið undir hesi vitjanini, tí tað fyriliggja so nógv faktuell skjøl, sum eru avdúkað av fjølmiðlunum og sum ein eigur at gera viðmerkingar til og sum tá kundi verið grundarlag undir einum góðum tjaki - uttan at skula fara inn á virðið av bankaaktiunum. Atli Dam sigur víðari: -Nú plagar Nyrup sjálvur at tosa um at hyggja frameftir og ikki aftur um bak. Tað er rætt. Tað skal ein eisini gera. Men til tess at kunna fara frígjørdir inn í eina framtíð, so er neyðugt, at ávísir veruleikar koma á borðið, áðrenn ein sleppur hesum málum, og tað má staðfestast, at sjónvarpið við sínum nógvum skjalatilfari hevur prógvað, at her eru framd slík lokabrøgd, at tað er ikki nóg mikið bara at fáa at vita virðið av nøkrum bankapartabrøvum. Atli Dam heldur hetta vera eitt mál av politiskum slag. Og tað kann tí bert loysast politiskt. Trýbýti av skuld Fyrrverandi løgmaður og formaður javnaðarfloksins vísir tí enn einaferð á uppskot sítt, sum hann fyrr hevur sett fram, nevniliga, at besta loysnin hevði verið eitt trýbýti av byrðunum, tí tey tiltøkini, sum Fíggjareftirlitið og stjórnin hava framt, hava kostað eyka. Tað er sjálvsagt, at tá ein eftir "forgottbefinnandi" kann áseta tað, sum manglar í bankanum, so vóru tað ikki saklig men politisk endamál, sum Fíggjareftirlitið forfylgdi. Hvat vil Atli Dam siga til teirra, sum halda, at danir í veruleikanum hava hjálpt okkum burtur úr einum trupulleika, sum varð sjálvskaptur og sum vit ikki sjálvi megnaðu at fáa bilbukt við! -Politikkurin, sum førdur varð seinnu helvt av 80-unum, snúði seg um at frígera landskassan fyri meginpartin av teimum skyldum, sum hann hevði móti privata vinnulívinum. Nógv veðhald vórðu innloyst. Nýggj veðhald vórðu ikki givin, tí ein segði, at hetta vóru spurningar, sum lángevararnir máttu avgera sínámillum við lánveitararnar. So tað skuldi ikki ligið í kortunum, at bankar kundu fara av knóranum uttan so, at bankarnir høvdu rikið ein óforsvarligan bankapolitikk. Nú var tað so, at Føroya Banki hevði ein góðan bakk, sum saktans hevði kunnað borið hesi tap. Tað var tí ikki neyðugt at hjálpa føroyingum við hesum. Og tað lá jú heldur ikki í kortunum. Og tað er eisini eitt av svikunum, at vit fingu at vita, at tað bert snúði seg um Sjóvinnubankan. Um hann so var í vanda fyri at fara av knóranum, so hevði tað helst kunnað verið bjargað, uttan at alt fíggjarkervið fór um koll. Atli Dam sigur víðari, at teir koyrdu jú Fossbankan um koll, men útbýtiðprosentið hjá honum vísir, at tað var fullkomiliga uttan grund og vit vita eisini, at tað var eingin grund til at fremja serlig tiltøk í sambandi við Sparikassan. Og í yðstu neyð síni skrivaðu teir húsavirðini generelt niður á 500.000, har húsini kostaðu 1,5 mill. Tað er so óforsvarligt, at hatta við at tosa um hálp er ógvuliga iva-samt. Felags gjaldoyra! Uppá fyrispurning um ikki gjaldoyraspurningurin hevur verið ein orsøk til, hvussu vit hava mett um kreppuna sigur Atli Dam, at hann hevur mett, at tað hevur havt eitt stórt virði, at vit høvdu felags fíggjarviðurskifti við Danmark. Men í hesum førinum hevur tað gingið alt ov langt. So tað er so sum so við hasi hjálpini. -Vit kundu havt valt loysnir, sum kostaðu minni, og tað er ein av teimum spurningum,sum eg kundi havt hugsað mær at sett Nyrup: Hví fekk eg ongantíð svar uppá bræv mítt frá 30. januar 1993! Í Føroyum verður tað mett sum ógvuliga lítil virðing ikki at svara aftur uppá brøv. Hevði Nyrup havt valt nakrar av teimum loysnum, sum eg vísti á tá, so hevði hetta ongantíð fingið slíkar dimensiónir. Tá høvdu vit sjálvir kunnað bjargað Sjóvinnubankanum saman við teimum stóru innskjótarunum. Atli Dam vísir á, at stjórnin harafturímóti valdi eina loysn, har Den Danske Bank fekk møguleika at tøma Føroya Banka. -Eg vil fegin undirstrika, at eg ynski Nyrup vælkomnum til Føroya, og eg eri fegin um, at javnaðarfólk fáa høvi til at skifta orð við hann og gera honum greitt, hvussu álvarslig støðan er og at tað burtur úr tí kann koma ein samráðing, sum ger, at vit virðiliga kunnu hittast í framtíðini og finna eina loysn, sum ger, at vit kunnu vera í ríkisfelagsskapi sum tvær tjóðir á jøvnum føti.Og eg veit, at formaður javnaðarfloksins Jóannes Eidesgard er væl fyrireikaður til hesar samráðingar og kemur at hitta Nyrup í einum positivum anda til felags gagn í Ríkisfelagsskapinum. Og til gagn til eitt møguligt framtíðar samstarv millum javnaðarflokkarnar báðar. -Líkamikið hvat bankakanningin vísir, hvat heldur tú Nyrup eigur at gera! -Tað er ikki líkamikið. Ein loysn, sum veitir føroyingum endurgjald, tí partabrøvini høvdu eitt annað virði, enn Den Danske Bank helt, er ikki ein virðilig loysn. Einasta loysn er ein politisk avtalað loysn, sum er galdandi fyri framtíðina, og tí er tað ikki altavgerandi, hvat bankakanningin kemur til. Hvat er at siga um vitjanina hjá danska forsætismálaráðharranum Tað er orðatak sum sigur >>Ringt er at broyta hugburð í góðum tíðum<<. Hin føroyski hugburður sær ikki út til at kunna broytast, sjálvt í ringum tíðum. Vit hava livað sum eitt ella annað slag av føroyingum, undir útlendskum valdi í mong hundrað ár, og alla hesa longu tíð, í ringum og minni ringum tíðum, hava føroyingar ikki kunna tikið seg saman, og tikið róður í hond fyri at stýra egnum landi. Hyggur ein aftur í tíðina, sæst at føroyingar mangan hava gjørt ferðir til Danmarkar at tala við kong og stjórn, um at fáa bøtt um teirra livikor, sum á mangan hátt, hava verið so ring, at illa var liviligt fyri vanliga fólkið; men fáar ferðir at komið nakað gott burtur úr. Føroyingurin hevur aftur í tolni, livað síni vanligu kor, og vóna at tað einaferð vildi verða betri tíðir. Jólafundurin í 1888 setti síni stóru spor eftir seg, tá vit hugsa um mál okkar aog merki: men hesir framskygdu menn vildu nógv meira enn bert mál og merki. Teir sóu eisini hvussu tung gongdin var at koma víðari fram. Jóannes bóndi, var ein av hesum monnum - og enn ikki heilt útkoyrdir av at stríðast fyri sjálvstýrið Føroya - segði í 1946, tá áttati ára gamal, við ein tá ungan mann, sum fekst eitt sindur við politikk. >>Túgv ikki Dønum alt ov nógv til, teir vilja bert halda okkum sum kúgv á heimabeiti<<. Ja sum kúgv á heimabeiti eru sannleiks orð. 14. september sama ár, sá tó út til, at loysn vildi koma á hesa naggatódn. Vit fingu Fólkaatkvøðu um spurningin: Loysing ella samband. Tá Jóannes bóndi frætti um fólkaatkvøðuna, sum hann tíverri, til stóran skaða fyri tjóðina ikki upplivdi. Hann andaðist skamma stund undan, yrkti hann hesa yrking, sum eg haldi er líka, og kanska meira sannleikin í dag enn tá. Danski boðskapurin 27. mars 1946. Lag: Billu Símun Tey boð vit hava fingið frá Danastjórn og tingi tá Tjaldur kom á sker: >>Tit kunnu sjálvir velja, at eiga ella selja, tað land, sum tykkar er. Antin ræðið tykkum frá at greiða lata Danmark Føroya- landið eiga, líkverju um Føroyatjóð at breiða, Danmark kann ei lutast betur veiða. Men vilja tit ei tiggja sum deyðseyður at liggja, so takið onnur ráð, so verði ikki hálvir, men taki Føroyar sjálvir og sigi okkum frá. Vit tá skulu í friði allir semja Ribbaldar vit allir skulu temja klandursevni øll til heljar lemja, sáttmálar á frælsum fundum fremja<<. So Dana orð seg snara. Vit sjálvir skulu svara, hvat okkum hóðar best. Tí verði nú til reiða várt Føroyaland at eiga, og gevi ongum frest. Aldri nakar eydnu hevur funnið, at tiggja breyð úr annans manna munn, nú skal sláast fast við kúlvi runni, at landaræðið várt er aftur vunnið. Kanska var tað lagnan sum gjørdi, at hesin maður ikki skuldi uppliva svikaráðini í 1946 og 1948. Tað er ikki ringt at hugsa sær til, hvat hesin maður vildi sagt við Nyrup, nú hann setur kós móti oyggjalandi okkara. Eg havi ongantíð ivast í, hvat er besta leiðin fyri Føroyar. Aftaná allan ágangin frá Dønum seinastu árini, sjálvt um úrslitið av bankakanningini ikki er almannakunngjørt, eri eg ikki í iva í, at Føroyar ongantíð hevur verið nærri loysing enn nú. Tað er bert ein loysn á hesu støðu, fyri at gera upp við Danir og fáa reint borð; og tað er at loysa fyrst, síðani sum líka menn gera støðuna upp. Eg haldi, at vit gjøgnum so nógv hundrað ár hava sannað orðini í omanfyri standandi yrking >>Aldri nakar eydnu hevur funnið, at tiggja breyð úr annans manna munni<<. Vegurin er bert ein, vit mugu loysa ongantíð ov skjótt. Gott nýggjár Gamlaársdag 97 Páll Patursson skrivar danska blaði Berlingske Tidende í eini grein sum ber heitið "Bitterheden trives". Greinin er skrivað í sambandi við vitjanina hjá danska forsætisráðharranum Poul Nyrup Rasmussen, sum byrjar seinnapartin í dag Donsku bløðini gera nógv burturúr vitjanini hjá danska forsætismálaráðharranum Poul Nyrup Rasmussen. Tað er, sum vera man, búskaparkreppan og bankakanningin, sum eru beinleiðis orsøkin til tann stóra áhugan, sum er fyri vitjanini. Donsku fjølmiðlarnir minnast eisini, at Nyrup avlýsti vitjan sína í 1995, og tí verður spurningin viðgjørdur, um hví hann skal til Føroya júst nú, bert níggju dagar áðrenn kanningarnevndin almannakunnger úrslitið í bankakanningini. Berlingske Tidende hevur tosað við hotelstarvsfólk í Havn, sum sigur: - Sjálvandi taka vit væl ímóti Poul Nyrup Rasmussen, men var hann ein fiskur og lá á keiuni, so varð hann sparkaður í havið. Greitt verður donsku lesarunum frá, hvussu kreppan er íkomin, og hví føroyingar eru so illir inn á Poul Nyrup Rasmussen. Kreppan og bankayvirtøkan verða gjøgnumgingin, og sagt verður, at hetta er orsøkin til, at Poul Nyrup Rasmussen ikki er tann persónur, vit helst vildu havt sum gest í Føroyum júst nú. Men hetta tekur Poul Nyrup Rasmussen ikki so tungt. Hann sigur við blaðið, at vitjanin ikki hevur nakað sum helst við bankakanningina at gera. Einasta orsøk er ríkisfundurin millum politisku leiðarnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Eisini heldur hann, at føroyingar skulu síggja vitjanina sum eitt tekin um øktan áhuga fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum. Tí eftir upprunaligu ætlanini skuldi fundurin ikki vera í Havn. Hann varð fluttur í seinastu løtu. Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins og Helena Dam á Neystabø, formaður sjálvstýrisfloksins gera eisini viðmerkingar til vitjanina. Jóannes Eidesgaard verður endurgivin fyri at siga, at brúk er fyri broytingum í samstarvinum millum Føroyar og Danmark. Eftir kreppuna, sum byrjaði í 1992-93, er áhugin fyri føroyskum sjálvsstýri støðugt vaksin. Danmark gav føroyingum harraboð um, hvussu kreppan skuldi loysast, uttan at føroyingar fingu ávirkan á nakað sum helst. - Men sambandið millum Føroyar og Danmark er ørðvísi, enn tað er millum ein debitor og ein kreditor. Tí er tørvur á broytingum í samstarvinum millum londini bæði. Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, sigur í sínari viðmerking: - Hann kemur í skeivari løtu. Tað er møguligt, at Nyrup bara er klossutur. Hann roynir óiva at slætta sjógvin, áðrenn illveðrið kemur. Vit fáa ikki tosað um nakað sum helst, fyrr enn øll hava lisið frágreiðingina frá kanningarnevndini. Ríkisfelagsskapurin er ein lygn Hans Joensen, handilsmaður í Havn, hevur brúkt møguleikan at skjóta við skørpum nú hann er biðin um eina viðmerking Fyrst verður greitt frá søguni hjá Hans Joensen og handli hansara í Havn. Frá byrjan í 1889, til hann fyrst lat aftur í Handilskjarnanum, og síðani lat uppaftur. Hans Joensen er argur inn á føroysku bankaverðina og ikki minni inn á Den Danske Bank og stjórnina. -Landsstýrið noyddist til samráðingar í Danmark við revolvaranum fyri pannuna. Tá skuldi avgerðin fella innan nakrar fáar dagar. Nú situr Nyrup við krokodillutárum og sigur, at vit hava góða tíð at tosa um støðuna. - Men álitið á danir er burtur. Vit trúgva ikki tí, tey siga í forsætismálaráðnum, sigur Hans Joensen - Vit halda at tað er skeivt, at hann kemur áðrenn bankakanningin er liðug. Hann skuldi bíða eftir eini innbjóðing úr Føroyum. So kundi hann komið til Føroya og sitið við revolvaranum fyri pannuna. Hans Joensen ivast ikki, at tað er rætt at loysa nú. - Ríkisfelagsskapurin hevur víst seg at byggja upp á eina lygn, og tí er ongin vegur aftur. Ríkisfelagsskapurin kann ikki halda fram sum er, og eg haldi, at føroyingar eru til reiðar at taka stigið móti fullum sjálvsstýri nú. Færøerne melder storm Eisini Jyllands-Posten ger nógv burtur úr vitjanina hjá Nyrup. Teir siga í greinini 3Færøerne melder storm3, at Poul Nyrup Rasmussen kann vænta sær munnligan undir vangan, tá hann lendir í Føroyum. Sagt verður millum annað frá, at fimm av átta flokkum í Løgtinginum ikki vilja tosað við Poul Nyrup Rasmussen, umframt at MFS heldur ikki ynskir, at møta honum. Jyllands-Posten leggur dent á, at túrurin hjá forsætismálaráðharranum taktiskt er væl tilrættalagdur. Sagt verður, at kemur tað til beinleiðis samanbrest millum føroyingar og danska forsætismálaráðharran, so er ikki vist, at hetta verður til fyrimun fyri føroyingar.. Tað hevði verið ein ljót sjón at sæð í donskum sjónvarpið, um Nyrup fekk eina tomat í andlitið. Tá hevði vælvildin frá danska fólkinum verið burtur. Danskir politikarar í íva Politikken hevur í blaðnum í dag samrøðu við Peter Duetoft úr CD, Holger K. Nielsen úr SF og Uffe Ellemann-Jensen úr Vinstraflokkinum. Teir eru allir samdir um, at Poul Nyrup verður noyddur at fyrireika seg til enn ein túr til Føroya, um bankakanningin átalar leiklutin hjá forsætismálaráðnum. - Tá verður hann noyddur, at fara aftur til Føroya við einum einasta endamáli - at loysa trupulleikan, sum tá uppstendur. Vit kunnu ikki liva við orðastríði viku eftir viku, sigur Peter Duetoft, og hann fær stuðul frá Holger K. Nielsen. - Verður leiklutur Nyrups í bankamálinum kritiseraður, so má hann aftur til Føroya beinanvegin. Uffe Ellemann Jensen hevur biðið Poul Nyrup Rasmussen avlýsa túrin til Føroya. - Nyrup hevur sagt, at hann ikki tosar um bankakanningina, meðan hann er í Føroyum, og tað er óivað skilagott so stutt undan almannakunngeringini av frágreiðingini. - Men tað er hetta, sum upptekur sinnini í Føroyum í løtuni, og tað er samstundis tann sakin, sum hevur verið mest tyngjandi fyri sambandið millum londini bæði. So hví í allari víðu verð skal hann til Føroya beint nú. Hasin fundurin kundi saktans verið fluttur ein mánað. Kemur í dag Og í dag kemur hann, um vit vilja tað ella ikki. Hann flýgur við Atlantsflog. Tí felagnum, sum danska stjórnin hevði so ilt av á sinni. Áhugin fyri túrinum er, sum vera man, sera stórur, serliga í Danmark. Men eisini í hinum Norðurlondunum fylgja tey við, hvussu leikur ferð. Vit fara at hoyra nógv meiri til ferðina hjá Nyrupi í Føroyum komandi dagarnar. Tað verður spennandi at síggja, hvussu leikur ferð. Jóanes Nielsen Nøkur orð um politikk, og altartalvuna norðuri í Haldarsvík Móti endanum av 1993 var Fossbankin ikki til longur. Móti endanum av 1993 var Fossbankin ikki til longur. Bankin var stovnaður í 86, tey árini, minsta tjóðin í norðanlondum upplivdi eitt av teimum heilt stóru boomunum, so væl innanfyri fiskivinnuna sum innan byggivinnuna. Svend Åge Ellefsen, Mortan Johannesen, Heri Mortensen og &, allir fingu sær skip í 100- millión klassanum, og tá tey fóru á heysin, fekk skattgjaldarin rokningina. Orðið fiktift vann sær hevdsrætt í okkara málið tey árini, og man kann siga, at fiktiv skip, bíløgd av fiktivum reiðarum, blivu send avstað at veiða meir og minnið fiktivan fisk. Eisini fiktivir byggningar reistu seg upp úr træðum keyptar og seldar fyri fiktivar prísir. Hvørt einasta kraddaragen í landinum var aktivera. Helgi Fossádal, stjórin í fyrrverandi Fossbankanum, var onki undantak. Við góðum innliti í tí herligu forrætning ein banki er, tevjaði hann møguleikan at tjena eitt sindur meira av peningi enn tær krónur, ein pylsuvognur ella kanska ein kiosk kasta av sær. Okkara neyðars tjóð bleiv tey árini tveitt fyri føturnar á teimum frælsu marknaðarkreftunum. Og ongin politisk makt royndi at steðga ella at tálma útviklingini. Tvørturímóti. Tey, sum í dag geyla um at fáa innlit í alskins bankaskjøl, rasaðu í 80'árunum móti fólkið, ið diddaðu sær at skíra kalkuleringarnar hjá Sjóvinnubankanum, Føroya Banka og hjá teimum útlendsku kredittfeløgunum, fyri undirgravandi virksemið. Marknaðurin reguleraði seg sjálvan, var boðskapurin hesi høvdu at bera føroysku tjóðini. Men tey tosaðu ikki satt. Ella sagt eitt sindur brutalari, tey vóru full av lygn. Marknaðurin reguleraði ikki seg sjálvan. Eitt heilt samfelag fór meir og minni í knús, tí marknaðurin ikki megnaði ta uppgávuna. Til valgið í 94 vóru veljararnir somikið frægir, at teir vrakaðu umleið helvtina av løgtingspolitikarunum. Hví teir ikki eisini vrakaðu flokkarnar, ið høvdu skapt og programera hesar politikarar, tað kann tykjast heldur inkonsikvent. Nú skriva vit so 1998, og tað sær ikki mætari út, enn at gamla teaturútgerðin frá 80'árunum, er borin inn aftur á pallin. Hóast summir leikarar eru nýggir, so sýnist tað ikki at vera nakar trupulleiki hjá teimum at spæla við í leikinum, um tað býttastu tjóðina í norðanlondum. Vit skulu hava tunnil bæði undir Vestmannasund og Lorvíksfjørð. Fyri ein hampa skattalætta lótu limirnir hjá undanstøkkinginum Óla Jacobsen seg keypa, og syndraðu sundur ta natúrligu, men skroypiligu føroysku solidaritetskensluna. Skelkandi sjónvarpssendingarnar hjá Høgna Hoydal um bankamálið, hava fyribils fingið tann meira ivasama partin av sjálvstýrisrørðsluni at spretta, men blomstrini eru svørt og hava hvassar tornir. Og við nýggjari styrki herjar privatiseringssóttin. Alt, ið bara luktaði av tí almenna, setti hin spakmælti skaðafuglurin Sámal Petur í Grund sær fyri at syndra. Nakra sakliga grundgeving fyri at privatisera skotlandssiglingina, sum Strandferðslan yvir eitt drúgt áramál hevði bygt upp, var ikki til. Vit síggja eisini úrslitið. Sambart fjølmiðlunum, er tað bara ein spurningur um tíð, so er tann farleiðin inn á meginlandið farin í søguna. Postverkið skal eisini privatiserast. Til hvat? Fyri aftur at reisa ein gravstein yvir eina almenna fyritøku? Næst á ynskiseðlinum hjá kraddunum, er kongsjørðin. Tey hampuliga stóru almennu festini, sum í dag eru høvðusstuðulin undir Mjólkavirkið Búnaðarmanna, skulu avreiðast til spekulasjónsjørð. Einastu grundgevingarnar vit hoyra, er at í prinsippinum eigur alt vinnulív at vera privat. Men hvør hevur uppfunnið tað prinsippi? Er tað kanska hin fingralangi formaðurin í vinnunevndini, Jørgen Niclasen? Ella eru tað onkrar higartil ókendar, heilagar skriftir, ið prædika tað prinsippi? Nei. Eitt djúpt hatur til alt ið ber brá av sosialismu, tað er tann einfalda og andstyggiliga orsøkin! Men hitt kanska mest symptomatiska teknið uppá forfall yvirhøvur, er at pressan er farin at busta støv av politiskum ódugnakroppum, sum fólkið langtsíðani hevur vrakað. Eg trúði, at eg hoyrdi yvir meg, tá føroyameistarin í undirhøkum, Jógvan Sundstein, slapp í Útvarpið at tosa um okkara nýggju stýrisskipan. Tann maðurin hevur havt sína tíð, og ríkiliga tað. Og hví Sosialurin tann 18. december letur Helga Fossádal spæla leiklutin sum fíggjarligt orakul, heldur ikki tað skilji eg rættuliga. Einastu niðurstøðuna sum eg dugi at draga burturúr hesum ørskapinum, er at kreppan er í góðum hondum. Men tað higartil mest sjáldsama, ella í hvussu so er, mest orginala úrslitið av føroysku kreppuni, hongur í dag norðuri í Haldarsvíkar kirkju. Tað er tann fimm metur breiða, og góðar tvær metur høga altartalvan sum Helgi Fossádal fekk listamálaran Tórbjørn Olsen at mála. Motivið er rættiliga tradisjonelt. Hin heilaga kvøldmáltíðin. Málningurin er gjørdur av einum manni, ið dugir sítt handverk. Tórbjørn Olsen hevur málað vakra kristiliga propagandu, og uttan iva er altartalvan til gleði og uppbygging fyri tey, ið mistu pengar, tá bankin fór av knóranum. Men eg haldi ikki, at tað ber til at lesa nakra djúpa religiøsa kenslu burturúr málninginum. Víst er talan um eitt vakurt verk. Men er vakurleikin so altavgerandi? Finnast tað ikki onnur listalig kriteriðir enn vakurleikakriteriði? Sum meginparturin av kirkjulist, so er her talan um eina religiøsa symbolparadu, ella beinari, um eitt kopi av eini symbolparadu eftur Michelangelo. Lýsingina av Judas Iskariot haldi eg vera hin mest væleydnaða. Døkki yvirkroppurin við sínum kreptu ørmun, minnir um forbeinini á eini sperdari rottu, tilbúgvin at leypa á. Lýsingin av Jákup eigur eisini nakað av passión í sær. Men hinir apostlarnir kennast heldir fátækir og einstáttaðir. M.a. undirritaði, ið legði andlit til navnan Jóhannus. Eftur mínum tykki hevur Tórbjørn Olsen ikki megnað at givið teimum nógmikið av sálarligari dýpt, og hetta er eitt álvarsligt lýti fyri eitt verk, við heilagu kvøldmáltíðini sum fyrimynd. Uttan innarligheit, verður eitt slíkt verk ein tóm symbolparada. Berur vakurleiki gerst sum frálíður hitt størsta úttrykkið fyri tómleika. Ja, so paradoksalt sum tað kann ljóða, er nettup vakurleikadyrkanin eitt slag av vindstilli, ið forðar listini at falda út sínar sterku og trefsaðu veingir. Føroyar er eitt lítið samfelag, og kenslur, sum hava við skuld og skomm at gera, upplivast her við einum intensiteti, ið lættliga gevur kenslunum eitt sjúkligt yvirbragd. Í hvussu so er, tá talan er um toliliga kultiveraði menniskju, soleiðis sum eg meti Helga Fossádal at vera. Maðurin er samansettur, líkist ikki akkurat teimum vanligu føroysku tálg-bukku-missións-kapitalistunum, og í nógv ár hevur hann verið eitt slag av tænastumanni fyri føroyska málningalist. Eg giti, at altartalvan norðuri í Vík hevur eitt ávíst samband við hansara skuldarkenslu. Í áðurnevndu samrøðuni við Sosialin, sigur Fossádal, at tað var Privatbankin, sum longu í 88 fekk Fossbankan at reka ein varnan útlánspolitikk. Uttan iva er tað rætt. Men tað var ikki Privatbankin, ið stovnaði Fossbankan! Líka lítið sum danir bera skuldina av øllum trolarunum ið fóru á heysin, so er tað heldur ikki Privatbankin, ið ber ábyrdina av at viðskiftafólkini hjá Fossbankanum mistu 30 prosent av síni uppsparing. Høvuðsábyrgdina av tí ber Helgi Fossádal. Hann lat seg tøla av tí stóra boominum miðskeiðis í áttatiárunum, og fyri at bøta eitt sindur um skaðan hann var upphavið til, giti eg, at hann hevur latið kirkjuni norðuri í Haldarsvík altartalvuna. Er mín hypotesa skeiv, so biði eg Fossádal um umbering. Er tað hin vegin á toliligari leið, tað sum eg skrivi, so hava tankarnir hjá Fossádal trúliga sveima í somu rásum, sum tankarnir hjá eitt nú frú Leonie Sonning, tá hon í 1959 stovnaði Sonningprísin til minnis um íbúðarhávin, hon hevði verið gift við. Og eg trúgvi eisini, at tankarnir hjá Fossádal líkjast teimum, sum Alfred Nobel gjørdi sær, tá hann í 1895 skrivaði sítt víðagitna dynamitttestamenti. Tá teir ikki sloppu í søguna sum filantropar, so keyptu teir sær bara eitt pláss í søguni. Men Helgi Fossádal er ikki í sama peningaliga vektklassa sum Sonning ella Nobel. Meðan teir fingu sær eitt meira makiligt sitipláss í søguni, bjargaði Fossádal sær eitt standipláss, og í dag hongur hin heilaga kvøldmáltíðin norðuri í Haldarsvíkar kirkju. So kann onkur ið hveppir seg við hørð orð kanska spyrja, um tað er nøkur orsøk til at háða mannin. Jú, tað haldi eg so avgjørt, at tað er. Tann dagin, tað ikki longur er orsøk til at háða yvirstættina, so er okkurt heilt galið hent í verðini. Men hesar hugleiðingarnar um politisku støðuna og um altartalvuna, eru ikki fyrst og fremst skrivaðar fyri at háða. Eg havi m.a. tað felags við ein stóran part av føroysku tjóðini, at eg líði av eini djúpari indignasjón, ein kensla, sum í summum førum hevur útvilkað seg til reint hatur. Bæði móti míni egnu og fólksins politisku vanmegd, men fyrst og fremst móti teimum kreftum, ið eru farnar so illa við Føroyum. Var eg trúgvandi, hevði eg biði Gud um at sissa meg, ella í hvussu so er um sent eitt rák av mildni inn í sálina. Men nettup tað at leggja orð á indignasjónina, er eitt slag av trygdarventili. Og um man so onki annað hevur at siga um listina, so er tað eitt av hennara vælsignilsum, at vera trygdarventilur hjá fólkið við hørðum kenslum, ella sum líða av meira og minnið vælgrundaðari paranoia. Men eitt sum listarfólk ikki mugu gloyma, er at í byrjanini var listin. Síðani komu Sonning, Tate, Nobel, Guggenheim og Helgi Fossádal. Og teir skulu vera vælkomnir. Øll, ið bera alsk til listina, líkamikið hvørji teirra motivir eru, tey skulu vera vælkomin. Men listarfólk mugu ikki leggja seg undir mesænana meir og minnið tíðartreytaða smak. Annars slepst aldrin burturúr hesi dyrkanini av tí reina, siðiliga, nossliga og vakra, ið hóttir við at kvala okkum, og fyllir listaheimin við óerligheit. Man hevur stundum lyndi til at gloyma, at listin er ikki ein avbyrgdur heimur við privatum lungum. Akkurat sum reiðaranir í 80'árunum høvdu sínar slangur liggjandi niðri í Landskassanum, soleiðis hevur listin sínar slangur liggjandi inn í lívið. Sjálvandi hevur listin sínar egnu lógir. Tað hava allar disciplinir. Men gloymir listafólkið samtíðina, ja so gloymir samtíðin eisini tey. Tað er í hvussu so er tað vanliga. Men í Føroyum er broyting komin í hugtakið samtíðarlist. Ein føroysk bók skal helst smakka og lukta av 80-90 ára gomlum laka, áðrenn hon verður góðtikin. Allar hesar ættar- og bygdasøgurnar, hava í veruleikanum sett seg sum ein stóran propp í okkara litterera tarmsystem. Nakað undan jólum fingu vit at vita, at okkurt um 4000 føroyingar eiga eitt sindur av genunum hjá Nólsoyar Pálli í sínum kjøti. Allir fjølmiðlarnir vartaðu upp við hesum, eftur øllum at døma sensationellu tíðindum. Men hvat skulu vit gera við allar hesar forbannaðu genirnar, sum eftirhondini hava fingið religiøsan status? Tann politiski hugburðurin sum okkum tørvar, hann hevur onki við genir at gera. Tann hugburðurin má skapast. Fyri at fáa okkara tjóð aftur á føtur, mugu vit m.a. evna tað torføra kynstri, at sópa fyri egnum durum, og fyri alt í verðini mugu vit gevast við at grenja. Tí í veruleikanum, so eru vit blivin nulpunktið í norðanlondum, ein bagatell sum ongin tekur fyri fult. Og hóast vit so dekoreraðu bagatellina við 10.000 ættarsøgum, so broytir tað snøgt sagt onki! Hinvegin kenni eg meg ikki so vissan í, hvat tað er fyri heilivágur ið skal til, fyri at broyta hesa støðuna. Fyri 10-15 árum síðani hevði eg kanska kent svarið, men í dag ivist eg. Ella sagt meira neyft, so hveppi eg meg við at varta upp við góðum ráðum. Kortini vil eg siga, at vit mugu knýta okkum at teimum gróðrarríku tradisjónunum, sum m.a. franska kollveltingin skapti. Okkara egna tjóðskaparrørsla loysti eisini úr lagdum skapandi mátt, bæði av politiskum, listaligum og vinnuligum slagi. Vit eru ikki tilvildarliga stroydd út yvir jørðina. Vit eru partur av eini drúgvari útvikling. Men nógvar eru søgurnar um menn ið hava brotið kumpassina, og drukki sprittið. Tað ber til at villast, og ikki minst í eini tíð, sum meir og minni frívilliga hevur offrað seg á altarinum hjá teimum frælsu marknaðarkreftunum. Men livilíkindini í Føroyum eru ikki verri enn aðrastaðni. Vit mugu byrja at takað okkum sjálvi meira í álvara. Tástani kunnu vit kallað okkum tað 6. norðurlendsku tjóðina. Fólkaítakið fyri tjóðfundi ímóti Nyrupvitjan Harra Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri Keypmannahavn Tann 15. desember 1997 sendu vit tygum eitt bræv, har vit søgdu, at tygum vóru vælkomin, um so var at tygum komu við játtandi svari til krav okkara um val av einum tjóðfundi í ríki okkara. Nú er skrá tygara fyri ferðina almannakunngjørd, at har stendur einki um, at tygum fara at geva eina tílíka fráboðan. Tí skulu vit boða tygum frá, at tygum ikki eru vælkomin til ríki okkara í døgunum 6. til 8. januar 1998. Við hávirðing Líggjas í Bø, Maria Jacobsen, Hans Tausen Olsen, Eirikur Simonsen, Olaf á Stongunum, Ingeborg Vinther og Zakarias Wang Óvist um Luitjen Apol kemur á ting - Vit mugu fyrst kanna, hvat hann ætlar at brúka tingsessin til, sigur Kristian Magnussen Luitjen Apol, sum var stigtakari til Verkamannafylkingina er í partinum hjá Ingeborg Vitnher, og tí er óvist, hvørja støðu Kristian Magnussen fer at taka Vóru viðurskiftini í Verkamannafylkingini nátúrlig, so tók Luitjen Apol við sum løgtingsmaður eftir Ernst Hansen. Tað var Kristian Magnussen, sum varð valdur á ting fyri Verkamannafylkingina í Suðurstreymi í 1994. Síðani tá er fylkingin skrædnað. Luitjen Apol hoyrir til partin hjá Ingeborg Vinther, og kemur hann á ting, kann hetta hava óhepnar avleiðingar við sær fyri samgonguna. - Vit hava ikki enn tikið støðu til hendan spurningin, men tað er greitt, at vit fara at spyrja Luitjen Apol hvat hann ætlar, kemur hann á ting, sigur Kristian Magnussen. - Tað kann vera, at vit skapa samgonguni ein trupulleika, men hetta fara vit at kanna, og síðan verður støða tikin til málið. Kristian Magnussen sigur, at annar møguleiki er, at hann sigur seg frá sum landsstýrismann og fer aftur í tingið. Tí sum landsstýrismaður ber ikki longur til eisini at vera tingmaður. - Eg havi ongar viðmerkingar til hetta málið enn, tí eg má fyrst hugsa meg væl um, sigur Luitjen Apol, sum er landsnevndarlimur í Verkamannafylkingini og er tískil ein teirra, ið koyrdi Kristian Magnussen, Óla Jacobsen og Karl Robert Johansen úr Verkamannafylkingini. Luitjen Apol, sum var ein av stigtakarunum til Verkamannafylkingina, vil ikki siga nakað um enn, hvørja støðu hann fer at taka. Ein snildislig ætlan Frá Tjóðveldisflokkinum í sambandi við ríkisfundin 6. januar 1998 Tjóðveldisflokkurin heldur tað vera markleysan frekleika og mótmælir at danski forsætismálaráðharrin og Føroya løgmaður seta ríkisfund í Føroyum. Føroya Løgting hevur á ongum sinni samtykt at halda nakran ríkisfund. Forsætismálaráðharrin hevur sýnt óhøviskan atburð móti øllum Føroya fólki. Vit meta vitjan hansara bert er ein snildislig ætlan at tiðna upp køldu viðurskiftini og álitisbrotini, ið eru landanna millum. Uttan mun til bankakanningarúrslitið kunnu Føroya fólk og Tjóðveldisflokkurin longu nú hava illgruna um, at ógvusliga búskaparkreppan í Føroyum í nítiárunum var væl og vandaliga tilætlað og nýtt sum politiskt amboð at fremja privat donsk peningalig áhugamál ímóti Føroya fólki. Hesa niðurstøðu floksins hevði ikki verið vikið frá í einum hugnapráti við forsætismálaráðharran. Tjóðveldisflokkurin hevur sum aðalstevnumið at stovnseta føroyska tjóðveldið, tí hetta er einasta trygd fyri, at føroysk áhugamál verða røkt til fulnar. Tjóðveldisflokkurin er altíð tilreiðar at tosa við forsætismálaráðharran um hesi viðurskifti. Tjóðveldisflokkurin Eyðólv Dimon Gerðarrætturin gav fakfelagnum viðhald Tá kommunala løntakarafelagið í heyst var í verkfalli, samtykti býráðið at ábyrda nevndarlimirnirnar. Gerðarætturin gevur løntakarafelagnum viðhald og hvør skal nú ábyrdast, spyr Eyðólv Dimon m.a. Tórshavnar býráð og kommunala starvs- og tænastumannafelagið gjørdu í heyst nýggjan sáttmála, men hóast hetta so hevur býráðið ikki hildið partar av tí, sum varð avtalað, og hetta hevði tí við sær, at fakfelagið lýsti verkfall fyri teirra limir, sum ikki fingu ta løn, nýggi sáttmálin ásetti. Býráðið vardi seg við, at landsstýrið ikki vildi góðtaka lønarhækkingina, og tí vildi býráðið hava fakfelagið at samráðast av nýggjum. Leggur eftir nevndarlimunum Verkfallið dróg út, og tá ongin loysn hómaðist, legði Leivur Hansen eftir nevndarlimunum í fakfelagnum. Borgmeistarin setti uppskot fram í býráðnum um at ábyrgda nevndarlimunum persónliga fyri verkfallið. Hesum primitiva uppskoti vístu býráðslimirnir hjá javnaðarflokkinum, Hallstein Sigurðsson og Elin Lindenskov, saman við Heðini Mortensen og Klæminti Olsen, frá sær. Men restin av býráðnum stuðlaði borgmeistaranum, og uppskotið varð samtykt. Rokningin bíða til eftir gerðarrættin So hendi tað, at partarnir samdust um at leggja málið fyri ein gerðarrætt, og uppskotið hjá Leivi Hansen skuldi tí bíða til gerðarrætturin hevði talað. Gerðarrætturin hevur nú viðgjørt málið og hevur givið fakfelagnum viðhald. Men málið hjá borgmeistaranum, um persónliga at ábyrda nevndarlimirnar hongur nú í leysari luft. Grov provokatión móti samgongufelaga At royna at berja fakfelagsrørsluna við at ræða fólk frá at átaka sær nevndarsessir er ikki nakað nýtt fyribrygdi. Arbeiðsgevarar hava fyrr brúkt hetta skitna vápn, og dømið eru um fakfelagsformenn, ið eru settir á svarta lista og ongantíð fingu arbeiði aftur í Føroyum. Men nógv ár eru síðan at fólkavald í londum, sum vit vilja samanberast við, hava brúkt slík skitin vápn. Harafturat er hetta stig ein ótrúlig provokatión mótvegis Javnaðarflokkinum, sum eisini er partur av býráðsmeirilutanum, sum Leivur Hansen skal umboða. Hvør skal nú ábyrdast Leivur? Sum sagt so hevur Gerðarrætturin talað og eftir stendur at býráðið hevði ikki sítt bakland í lagi tá tað skrivaði undir sáttmálan við kommunalu løntakararnar. Hetta kann løntakarafelagið ikki ábyrdast fyri, men spurningurin er so hvør skal ábyrdast ? Skal samtyktin í býráðnum feiast undir gólvteppið og gloymast? Flestu okkara ógvaðust við tá hon varð gjørd, og Leivur Hansen skyldar nú nevndarlimum og limunum í starvs- og tænastumannafelagnum eina umbering, og borgarunum í Havn eitt svar, hvat hann nú ger við samtyktina. Vælkomin Vitjanin hjá Poul Nyrup er vorðin ein partur av danska valstríðnum Jan Müller Nyrup - vælkomin á ríkisfund FORSÆTISRÁÐHARRIN kemur til Føroya í dag, og hann skal vera vælkomin á ríkisfund millum teir tríggjar ríkispartarnar - Grønland, Føroyar og Danmark. Men vitjanin hevur fingið eina aðra dimensión, og nógvir føroyingar halda lítið um tað, at Poul Nyrup Rasmussen kemur til Føroya eina viku, áðrenn >>bankakanningin<< verður kunngjørd. MEN haðani - at halda, at tað er óheppið, at hann kemur júst nú - og til at nokta fyri at hitta forsætisráðharran á máli, sigur nakað um, hvussu óbúnir nakrir flokkar eru. Enn vita vit ikki við vissu, um forsætisráðharrin hevur verið uppi í ráðagerðini móti føroyingum, og hvussu nógv hann hevur verið uppi í, ella hvat hann sum ovasti politiski myndugleiki í ríkinum hevur góðkent. Í ØLLUM førum mugu vit bara staðfesta, at eingin kemur víðari í einum máli, ella fær loyst ein trupulleika við at halda seg burtur. Einasti máti at koma víðari er at tosa saman, og nógv skuldi verið at spurt fortisráðharran um, eins og Miðflokkurin vísti á. TAÐ er eisini tí, at ikki so fá tjóðveldisfólk eru ørg, tí formaðurin í tingbólkinum, Heini O. Heinesen, boðaði frá, at Tjóðveldisflokkurin fór ikki at hitta forsætisráðharran. Eins og í fleiri øðrum førum tók formaðurin upp aftur gamla ókonstruktiva leiklutin hjá Tjóðveldisflokkinum at sita uttan fyri ávirkan, og pussa prinsippini skyggjandi rein. MEN nú kemur forsætisráðharrin fyrst og fremst á ríkisfund, og tað er at gleðast um, at skipanin við ríkisfundum verður tikin uppaftur, tí so leingi vit eru í einum ríki, sum er so ymisktháttað sum tað er, er neyðugt alla tíðina at partarnir eru kunnaðir um hvønn annan og gongdina hjá hvørjum øðrum. NÚ er bara at vóna, at forsætisráðharrin hevur eitt erligt ynski eisini at hitta føroyingar, og at vitjanin ikki er ein liður í eini nýggjari ætlan - ella ráðagerð - sum vit hava hoyrt og sæð danskar stjórnarmyndugleikar leggja móti heimastýrinum. BANKAKREPPAN gjørdi eisini, at kinkur kom í samstarvi millum føroyska og danska javnaðarflokkin. Flokkarnir hava áður samstarvað væl, tí teir hava ásannað, at teir eru partar í eini rørslu, sum gongur tvørtur um landamørk, og tað er at vóna, at vitjanin kann bera í sær, at flokkarnir finna stevið aftur til gans fyri Føroyar og føroyska lønarbeiðaran. Edvard Joensen Ein eftirlýsing Í longri tíð hevur ein ómerkt, blá sálmabók ligið í forkirkjuni í Vesturkirkjuni. Í hesi bókini hevur ligið ein mynd, sum sýnir átta hvítklæddar kvinnur, kanska sjúkrasystrar, og eina smágentu á eini trappu. Aftan fyri kvinnurnar er ein stór dupulthurð við rundaðum vindeygum omanfyri. Mestur eitt sjúkrahús, sanatorium ella tílíkt. Á baksíðuni á myndini er skrivað við kúlupenni 166. Einki annað. Sosialurin hevur frá klokkaranum í Vesturkirkjuni fingið loyvi at seta myndina í blaðið, soleiðis, at eigarin kann gera vart við seg og fáa sálmabókina aftur. Um onkur kennist við myndina, hevði verið hugaligt, um viðkomandi setti seg í samband við Sosialin, tlf. 1 18 20 lokal 33. Veðrið Veðrið í dag: Hann veksur vindin upp í stívt andøvsgul til strúk í vindi av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s, ádrigið stundum við regni og ælaveðri. Hitin umleið 6 stig. Veðrið mikudagin: Strúkur í vindi upp í hvassan vind av landsynningi og eystri, 10 til 15 m/s, og regn. Út á dagin sunnan og útsynningur við somu vindmegi. Tað slítur í, tó okkurt ælið. Hitin umleið 6 stig. Veðrið hósdagin: Strúkur í vindi upp í hvassan vind av suðri og útsynningi. 10 til 15 m/s, eitt skifti vaksandi upp í skrið ella storm, 18 til 23 m/s, og ælaveður. Hitin umleið 5 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Stívt andøvsgul upp í strúk í vindi av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, og regn og æl av og á. Hitin umleið 5 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 970 hPa, sunnan fyri Írland gongur móti Kappanum. Í dag: Eitt annað lágtryst, 965 hPa, eystan fyri New Foundland, gongur móti Suðurlandinum, og tilhoyrandi brúgvaløgini fara móti Føroyum og hava vind og regn við sær. Missir kortið Ferðslupolitiið heldur fram við sínum kanningum kring landið. Fríggjadagin varð ein bilur steðgaður í Kollafirði við ferðini 117 km um tíman.Hesin missir koyrikortið Kortslutningur Gjáramorgunin byrjaðu tveir nýggir politistar á politistøðini í Havn. Ein kvinna og ein maður. Tey hava verið niðri og lært í sløk trý ár, og nú skulu tey verða í hvussu er í nakrar mánaðir á politistøðini í Havn, og innan 1. mai verður støða tikin til, um tey skulu setast í fast starv. Seks føroyingaru eru í løtuni í Danmark og útbúgva seg til politistar. Um stutta tíð verður støða tikin til, um og nær nýggir næmingar skulu takast inn í ár. Nýggir politistar Gjáramorgunin byrjaðu tveir nýggir politistar á politistøðini í Havn. Ein kvinna og ein maður. Tey hava verið niðri og lært í sløk trý ár, og nú skulu tey verða í hvussu er í nakrar mánaðir á politistøðini í Havn, og innan 1. mai verður støða tikin til, um tey skulu setast í fast starv. Seks føroyingaru eru í løtuni í Danmark og útbúgva seg til politistar. Um stutta tíð verður støða tikin til, um og nær nýggir næmingar skulu takast inn í ár. Randi Jacobsen Fakfeløgini siga einki enn Gjárkvøldið høvdu fakfeløgini, sum samstarva, sín fjórða fund um skattalættan, ið sjómenninir hava fingið. 20-21 fakfeløg eru við í hesum samstarvinum. inki av manningarfeløgunum er við í samstarvinum um hetta málið. Undan fundinum gjárkvøldið vildi Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, einki siga frá fundunum, ið hava verið. Fakfeløgini vóru samd um at bíða við at koma ið nøkrum. Tá landsstýrið legði uppskotið um skattalættan til sjómenn fram, hóttu fakeløgini við verkfalli, um uppskotið varð samtykt. Hóttanin varð tó ikki til veruleika, tí feløgini vóru ikki samd um at taka slíkt stig. Mikudagur 7. januar 1998 Vónandi fáa vit markið uppá pláss og eina útbjóðing í 1998 Hóast tað enn er langt millum partarnar vónar løgmaður at vit fáa eina samráðingarloysn við bretar um markið. Hann heldur eisini, at vit eiga at fáa eina útbjóðing í 98 -Politiska útgangsstøðið í sambandi við eina møguliga komandi oljuvinnu má vera, at føroyingar í mest møguligan mun sjálvir vera við í øllum liðum í oljuvinnuni. Møguligt er í ávísan mun í ásetingum í útbjóðingartreytunum at tryggja føroyingum upplæringarpláss hjá teimum oljufeløgum, sum fara at virka á føroyska økinum. Tað er møguligt at áseta treytir um nýtslu av føroyskari arbeiðsmegi og leveradørum, og harumframt er tað møguligt at tryggja, at tað almenna á ymiskan hátt fær innlit í virksemi hjá oljufeløgunum. Hetta segði Edmund Joensen, løgmaður við útvarpið, sum nýggjársdag bað hann um eitt boð uppá 1998 í sambandi við royndirnar at fáa í gongd eina oljuvinnu. Løgmaður vísir tó á, at hóast vit vilja tryggja okkum at kunna vera við í tí ymiska virkseminum, so ber tað ikki við sær, at føroyingar verða beinleiðis við í leitingar- og framleiðsluvirkseminum. Men kann nakað tryggjast við, at eitt føroyskt oljufelag luttekur í samtøkum av oljufeløgum, sum fáa loyvi at virka á føroyska økinum, so eigur tað at verða gjørt. Tað vildi verið óhugsandi - við útliti til, at kolvetni er í undirgrundini - uppá forhond at sagt, at vit skulu ikki luttaka. Tað má vera tað øvugta. Hava vit atgongd og rætt til kolvetni, má egin luttøka vera høvuðsmálið. Byrja í smáum Løgmaður viðgongur tó, at talan er um eitt sera kapitalkrevjandi virksemi, sum krevur sera stóra ekspertisu, og tí er føroyski førleikin at fara undir nakað slíkt virksemi ikki til steðar. -Tí mugu vit finna ein máta at byrja í smáum. Men tá vit eiga ognarrættin og kunnu seta í útbjóðingartreytirnar, hvat vit vilja, so er tað heilt náttúrligt at hava hesi viðurskiftini við. Hvat viðvíkur ætlanini at fara undir eitt fyrsta útbjóðingarumfar í føroyskum øki vísir Edmund Joensen, løgmaður á ta royndarútbjóðing, sum var fyri góðum ári síðani, har oljufeløgini eftir áheitan frá føroyskum myndugleikum peikaðu út tey øki, sum tey hildu verða áhugaverd at hava við í eini fyrstu útbjóðingarundu. Treytir og útbjóðing -Oljufeløgini hava serliga peikað á øki, sum eru eystan og sunnan fyri Føroyar - og í minni mun á øki, sum eru í ein útsynning úr Føroyum. Løgmaður sigur, at arbeitt hevur verið við at gera treytirnar í sambandi við fyrsta útbjóðingarumfar. Hesar koma annaðhvørt at standa í sjálvum loyvinum í útbjóðingartilfarinum ella í kunngerðunum við heimild í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi. Hvat viðvíkur treytununum, ið eru ásettar í loyvunum, so er rættiliga fitt av arbeiðinum longu gjørt, men ikki alt. Hetta kemst serliga av, at tað verður hildið, at nakrar av treytunum t.d. gjøld til landskassan, treytir um nýtslu av føroyskari arbeiðsmegi, vørum og tænastum, eru tætt knýttar at vónunum, ið oljufeløgini seta til útbodnu økini og verða hesar tí ikki fastlagdar fyrr enn tað er komið til eina endaliga niðurstøðu um, hvørji øki kunnu bjóðast út. Tá funnið er fram til økini, sum ætlanin er at bjóða út í fyrsta útbjóðingarumfarinum, verður ikki hildið, at tað fer at taka Oljuráðleggingarnevndini langa tíð at áseta seinastu treytirnar. So sigast kann, at størsti parturin av reglum og ásetingum, ið oljufeløg, sum í framtíðini skulu virka á føroyska landgrunninum, koma at arbeiða undir, verður ásettur í kunngerðum. Hetta eru serliga reglur um trygdarviðurskifti, arbeiðsumhvørvið og um hvørjir upplýsingar skulu latast føroyskum myndugleikum. Løgmaður sigur víðarivið útvarpið, at Oljumáladeildin arbeiðir við at evna hesar kunngerðir til og kunnu tær smátt um smátt verða settar í gildi, tá kolvetnislógin er samtykt og lýst. Edmund Joensen vísir á, at tað verður arbeitt fram ímóti, at fyrsta útbjóðingarumfarið kann fara av bakkastokki í 1998. Hann sigur, at samráðingar hava nú verið um markið í sjey ár. -Tað hevur ikki gingist, sum vit høvdu vónað, men kortini hava vit ikki slept vónini heilt, um at tað ber til at fáa eina samráðingarloysn í lag, men tíðin er við at ganga undan. Partarnir hava sagt, at teir vilja royna í eitt hálvt ár aftrat, og tað gongur so út í januar mánað, so tað verður spennadi at vita, hvussu leikur fer. Løgmaður sigur, at ein útbjóðing má taka støði í hvørji øki vit ráða yvir, og hvat øki er umstrítt. Serfrøðingar eru settir til at finna út av, hvørji øki kunnu bjóðast út, fyri ikki at seta okkum verri fyri í marknatrætuni. Løgmaður sigur, at hann longu hevur sagt við tingið, at landsstýrið fer at prioritera markið framum útbjóðingina, so har verður farið varisliga fram hjá landsstýrinum hvat útbjóðing viðvíkur, so vit ikki koma at gera nakað, sum kemur at skaða okkum seinni, tá vit skulu fáa markið endaliga uppá pláss. Samráðingarloysn Løgmaður sigur annars, at tað eru ikki avtalaðir fundir við bretar um markið, men tað er upp til báðar partar, at um teir hava nakað nýtt og nakað áhugavert at tosa um, at geva ljóð frá sær. -Føroyingar hava klárt sagt frá, at teir vilja hava eina samráðingarloysn. Tað eru samráðinganevndirnar sum hava málini, og partarnir hava sagt, at tað skulu tær hava í hvussu er hetta hálva árið aftrat, sum gongur út í januar. Hvat so hendir eftir má tíðin vísa. Løgmaður vónar, at tað ber til at finna eina samráðingarloysn og eina loysn, sum føroyingar kunnu vera nøgdir við. -Hetta sær út til at verða ógvuliga striltið. Men eg havi ikki heilt mist vónina, hóast partarnir enn eru ov langt frá hvørjum øðrum segði Edmund Joensen við útvarpið nýggjársdag. Einki nýtt frá Fiskavirking Als einki nýtt var at síggja í tíndinaskrivinum, sum kom frá Føroya Fiskavirkin klokkan 17:00 seinnapartin >> ­ Jákup Mørkøre er farin frá sum stjóri á Fiskavirking frá 31. desember 1997 at rokna, og hann tekur við øðrum starvi innan Framtakssamtakið<<. Hetta var alt, sum var at síggja í lovaða tíðindaskrivinum frá Fiskavirking, sum kom seinnapartin í dag klokkan 17:00. Hvørki Jákup Mørkøre ella Sverri Hansen vildu siga nakað um stjóraviðurskiftini, tá Sosialurin í vikuskiftinum spurdi teir. Jákup Mørkøre váttaði, at hann ikki longur var stjóri á Fiskavirking, og Sverri Hansen vildi bara vísa til eitt tíðindaskriv, sum sendast skuldi út mánadagin seinnapartin. Hetta tíðindaskrivið, sum er undirskrivað av fyrrverandi stjóranum, Jákupi Mørkøre og formanninum Sverra Hansen, sigur okkum einnki nýtt um viðurskiftini. Tað verður ikki sagt, hvør nýggi stjórin er, ella hvat starv Jákup Mørkøre hevur fingið. Útvarp Føroya visti í kvøld at siga, at Jákup Mørkøre fer at starvast á Fiskasøluni. Eisini segði Útvarpið, at Jákup Mørkøre sjálvboðin var farin úr starvi. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Vágatunnilin í aftastu røð Umsitingin í Tinganesi er ikki biðin um at skunda sær við undirsjóvartunlinum. Og skal arbeiðast eftir ætlanini, sum er farin ígongd, fer tað at taka fleiri ár áðrenn arbeiðið kann byrja Umsitingin í Tinganesi er ikki biðin um at skunda sær við undirsjóvartunlinum Enn hevur umsitingin í Tinganesi ikki fingið nakrar politiskar ábendingar um at hon skal skunda sær at fyrireika arbeiðið at gera undirsjóvartunnil um Vestmannasund. Men Sigmund Isfeld, fulltrúi í samferðslumálum sigur, at arbeitt verður við eini samferðsluætlan og fyribils gongur tað arbeiðið eftir ætlanini, sum varð løgd. Sigmundur Isfeld sigur, at samferðsluætlanin skal verða liðug 1. desember. Tann ætlanin skal umfata eina lýsing av øllum sam- ferðslunetinum í Føroyum, hvar tørvur er á ábøtum og útbyggingum og, hvar tað er bráðneyðugt at gera íløgur. - Av bráðneyðugum íløgum verður fyrst og fremst hugsað um strandfaraskipini, sum koma undir nýggj, strong og rættiliga dýr skipasýniskrøv. Sigmund Isfeld sigur, at sambandið um Vestmannasund er sjálvandi eisini ein partur í hesi ætlan. Men eftir, hvat skilst verður ikki hugsað um tær stóru íløgurnar í Vestmannasund við tað fyrsta. - Enn er ikki annað hent í málinum, enn at heimild er fingin at brúka 20 milliónir til endamálið. Hann sigur, at samferðsluætlanin er í fýra pørtum:1: Eitt yvirlit skal gerast yvir støðuna. 2: Greiða skal fáast á, hvørjar bráðneyðugar íløgur eru at gera. 3: Hvørjar útbyggingar skulu gerast í framtíðini. 4: Alt lógarverkið á samferðsluøkinum skal savnast fyri at hava betri yvirlit. Sigmundur Isfeld sigur, at tað er undir triðja punktið um framtíðarútbyggingar, at undirsjóvartunnilin liggur. Fyribils hevur hann sæð fyri sær, at ein undirsjóvartunnil liggur eini tvey valskeið, tvs, eini átta ár frammi í tíðini. - Men so leggur hann afturat, at alt er sálvandi ein politiskur spurningur. - Og enn er umsitingin so ikki biðin um at taka undirsjóvartunnilin framum nakað annað, so arbeitt verður sum vant við upprunaligu ætlænini. Hann sigur, at samferðsluætlanin er rættiliga umfatandi. - Hon umfatar alt, sum vit vanliga skilja við samferðslu, tað eru vegir, havnir, skip, loftferðslu o.s.fr. - Ikki bara samferðslu í sambandi við ferðafólkaflutning, men eisini samferðslu, sum hevur við vinnulív at gera. - Tvs, at m.a. skulu havnaviðurskiftini í Føroyum kannast við atliti til vinnulívið. Fyrimunir og vansar Sigmundur Isfeld sigur, at í sambandið við Vestmannasund verður tann stóra avbjóðingin at seta teir ymsu møguleikarnar upp ímóti hvørjum øðrum. -Kanska kemur samferðsluætlanin til ta niðurstøðu, at undirsjóvartunnilin loysir seg best í longdini. - Kanska verður niðurstøðan tann, at tað loysir seg best at hava tvær ferjur siglandi. - Sjálvur ivast hann ikki í, at ein undirsjóvartunnil er tann besta loysnin. - Spurningurin er, um vit samfelagsbúskaparliga megna at yvirskoða at gera eina so stóra íløgu. - Og tað er eisini ein spurningur, um tað er samfelagsbúskaparliga loysir seg at gera eina so stóra íløgu sum hesa, ið tað tekur kanska 20-40 ár at vinna innaftur. - Higartil hava vit klárað okkum við eina ferju. - Spurningurin er, um vit ikki høvdu klárað okkum nøkur ár afturat við at ment siglingina til tvær ferjur kanska. - Tí tað hevði ikki kravt so ovurhonds íløgur sum undirsjóvartunnilin er. - Tað eru slíkar metingar, og lýsingar, vit mugu gera, sigur Sigmund Isfeld. Áki Bertholdsen Eg vóni at tað er klárt at bora einaferð í heyst Tingmenn í Vágum vilja ikki seta tíðarætlan fyri arbeiðið at gera undirsjóvartunnil Og um nakað hendir fyri valið er ógreitt. Mest ítøkiligur er Jørgin Niclasen, sum vónar, at klárt verður at bora í heyst ­ Nú hava vit fingið pengar. Og tað var tað, vit vildu hava. ­ Men nær nakað hendir, er ilt at siga. Vágatingmenn vilja ikki seta tíðarfreist á, nær arbeiðið uppá undirsjóvartunnil skal byrja. Hesar seinastu mánaðirnar hava tingmenn í Vágum sett politiska stýrið í Føroyum í veg fyri at fáa fast samband um Vestmannasund. Tí hóast vágatingmenn í samgonguni eru fyri undirsjóvartunli, eru tað nógv onnur í samgonguni sum halda, at fyri samfelagsbúskapin er tað skeivt at gera tunnilin nú. M.a. heldur meginparturin av sambandsflokkinum, við sjálvum løgmanni á odda, at tíðin er ikki búgvin til so stóra íløgu nú. Kreppan í samgonguni endaði við eini neyðsemju um, at 20 milliónir verða settar í grunn til arbeiðið. Tað tulkaði Jóannes Eidesgaard formaður í Javnaðarflokkinum í Sosialinum í gjár sum eina salomonska semju, sum ger báðar partar nøgdar, báði teir, sum vilja hava tunnil og tey, sum ikki taka undir við tí nú. ­ Vágatingmenn kunnu fara í valstríð at føra fram, at pengar eru settir í grunn til endamálið. Og tey, sum eru ímóti at gera tunnil nú, hava vissu fyri, at onki hendir enn á sinni Tí fyrst skal lóg gerast fyri grunnin, og tað málsøkið umsitur løgmaður, og hann skal nokk syrgja fyri at súlta málið. Hann helt eisini, at tað fara nógv ár at ganga, verður ikki størri ferð sett á inngjaldingar í grunnin enn nakrar milliónir um árið. Jóannes Eidesgaard helt, at ætlaði samgongan veruliga undir arbeiðið, vóru pengarnir settir beinleiðis á fíggjarlógina, eins og gjørt var í 1988, tá ið byrjað varð uppá arbeiðið, hóast tað skjótt varð steðgað aftur. Ongin tíðarfreist Vit hava spurt teir báðar vágatingmenninar, sum skoraðu harðast á fyri at fáa undirsjóvartunnilin, um nøkur tíðarfreist er sett á fyri, nær arbeiðið skal byrja. Men báði Jørgin Niclasen, og Suni Jacobsen siga, at tað er tað ikki. Og hvørgin kann lova, at nakað hendir fyri løgtings valið, sum verður í vár, ella í seinasta lagi í summar. Suni Jacobsen sigur, at tað er ein góður spurningur, nær nakað hendir. Tað liggur í hondunum á landsstýrismanninum, sum umsitur málið og tað er løgmaður. Men løgmaður hevur alment sagt, at tíðin er ikki búgvin at gera undirsjóvartunnil nú? ­ Ja, men tað er ongin sum forðar honum í at gera tað fyrireikandi arbeiði og ta lóggávu, sum skal til. Hann heldur, at tað hevði verið undarligt at sett fram krøv um eina ávísa tíðarfreist, beint nú pengarnir eru avsettir og fyrrenn tað er staðfest, at málið gongur ov seint. ­ Og hóast onki hendir enn, hava vit vunnið eitt sindur - nevniliga 20 milliónir. Hann heldur eisini, at tað tænir ongum endamáliðat royna at grugga málið politiskt. Heldur ikki Jørgin Niclasen vil áseta nakra tíðarfreist. ­ Eg rokni við, at arbeitt verður við málinum. Men tað er so nógv at fáa uppá pláss, at eg vænti ikki, at tað verður greitt at bora fyrrenn eftir valið, sigur hann. Hann sigur, at fyrst skal ein lóg gerast fyri grunnin. ­ Síðani skal grunnurin mannast, og so skulu vit semjast um, hvønn málsetning grunnurin skal hava.Vit skulu finna fram til, hvussu nógv skal fíggjast uttanum landskassan. Fíggingin skal finnast, vit skulu finna fram til, um landsverkfrøðingurin skal gera arbeiði hóast hann ikki kann tryggja fastan prís uttan landskassaveðhald, ella um arbeiðið skal bjóðast út til eitt felag, sum kann tryggja ein fastan prís. Kann seinka málið Jørgin Niclasen roknar tí ikki, at tað verður klárt at bora fyri valið. Hann roknar við vali í vár, og fyri tað væntar hann ikki, at stundir verða at gera tað stóra við málið. ­ Men eg vóni kortini, at tað verður klárt at bora einaferð í heyst, sigur Jørgin Niclasen. Nú hevur løgmaður fingið málið at umsita. Og tað er ongin loyna,at hann er ímóti at gera undirsjóvartunnil nú. Er hetta ikki bara uppá kvamsvís, so tit kunnu verja tykkum fyri veljarunum í Vágum? ­ Sjálvandi kann løgmaður súltað málið eitt sindur, er tað tað, hann vil. Men eg gangi út frá, at hann er sinnaður at fremja løgtingsins vilja og fer í holt við arbeiði. Jørgin Niclasen sigur, at tað, sum vágatingmenn kravdu, var, at pengar vórðu settir av til endamálið. ­ Og tað blivu pengar settir av til endamálið. Báði Suni Jacobsen oig Jørgin Niclasen siga, at orsøkin til, at teir vórðu settir í grunn, er, at so kunnu teir ikki rørast, uttan til undirsjóvartunnil. ­ 20 milliónir eru settar í grunnin. 10 milliónir eru frá 1997. Vórðu tær ikki settir í grunn, fullu teir aftur til landskassan 1. januar í ár, og so mistu vit teir til undirsjóvartunnil. ­ Hinar 10 milliónir í grunninum eru av fíggjarlógini fyri í ár. Vórðu teir ikki settar í grunn, fullu tær eisini aftur til landskassan 1. januar komandi ár, eydnast tað løgmanni at forhála málið til tá, so at pengarnir ikki verða brúktir. ­ Tí er tað nógv tryggari fyri okkum, at pengarnir vórðu settir í grunn, heldur enn á fíggjarlóg, siga teir báðir løgtingsmenninir . Nú hava vit vart fyri, at ein politiskur mótstøðumaður ikki sleppur at sabotera málið, leggja teir afturat. ­ Tað átti ein fyrrverandi fíggjarmálaráðharri at vita, skoytir JørginNiclasen uppí. Ein sambandstrupulleiki Annars er Jørgin Niclasen ónøgdur við, hvussu málsøkini hjá Sámali Peturi í Grund, vórðu býtt ímillum hinar landsstýrismenninar. ­ Tað hevði púra náttúrligt, at Eilif Samuelsen, sum umsitur mentamálastýrið, fekk mentamál. Men tey fekk vinnumálaráðharrin, Ivan Johannesen Hinvegin fekk vinnumálaráðharrin, Ivan Johannesen øll samskiftismál, uttan samferðsluna, sum løgmaður tók. ­ Tvs, at nú hava tey ymsu stýrini fingið ábyrgd fyri fleiri landsstýrismonnum. ­ Umsitingarliga er tað ikki serliga klókt. Men tað er eisini púra greitt í stríð við bygnaðarbroytingarnar, sum løgmaður hevur hildið rimmar fast um - til nú. ­ Men hetta er ikki okkara trupulleiki. ­ Fyri mær at síggja er hetta ein avleiðing av eini álitiskreppu í sambandsflokkinum, sigur Jørgin Niclasen. Ingeborg Vinther møtti als ikki upp! Á avgerandi tingfundinum um skattalættan hjá fiskimonnum Nú tey 20 fakfeløgini aftur eru farin at fundast um >>tiltøk<< vegna samtyktu skattingina av fiskimonnum, má roknast við, at Ingeborg Vinther hevur greitt fundarluttakarunum frá, at hon als ikki møtti á tingfundi, tá málið fekk 3. viðgerð og varð endaliga samtykt tann 30. desember. Fundarluttakararnir munnu vita, at hvørt lógarmál krevur tvær atkvøðu-greiðslur. Og hvør av hesum atkvøðugreiðslum eru eins umráðandi. Men tá tann avgerandi atkvøðugreiðslan fór fram møtti Ingeborg als ikki upp og atkvøddi tískil heldur ikki. Í >>Dimmalætting<< týsdagin sigur hon, at >>hetta hevði sína forkláring. Hon slapp ikki norð um fjørð til tingfund fyri veður<<. Júst hetta er sera eyðkent tann hátt sum Ingeborg Vinther umgongst sannleikan. Øll minnast, at >>Smyril<< ikki sigldi ein dag um nýggjárið, so hetta kann nokk passa. Men veruleikin er tann, at samb. upplýsingum frá Strandferðsluni sigldi >>Smyril<< eftir ferðaætlanini tann 30. desember, so Ingeborg Vinther hevði óskerdan møguleika at vera á nevnda tingfundi. Annars fáa tingmenn uttan fyri Havnina eina serliga viðbót, sum m.a. skal dekka ferðaútreiðslur til allar tingfundir. Nú hava hesi 20 fakfeløgini heitt á limirnar um ikki at atkvøða fyri tinglimum, sum atkvøddu fyri skattalógini. Nú manglar bert eitt tilmæli um hvørt atkvøðast kann fyri tinglimum, sum ikki tímdu at møta á tingi til avgerandi atkvøðugreiðsluna, og sum harvið gjørdu sítt til at málið varð endaliga samtykt. Og sum brúka ósannindi sum undanførslu fyri ikki at tíma at møta upp! Sum t.d. Ingeborg Vinther. Óli Jacobsen Ernst Hansen Minningarorð Sunnudagin 4. januar andaðist Ernst Hansen, løgtingsmaður, á Landssjúkrahúsinum 54 ára gamal. Ernst hevði verið heilsuveikur og søkti lækna; millum jóla kom hann á sjúkrahús við blóðtøppi - og nú var tíð hansara farin. Ernst var føddur í Nólsoy 14. apríl - á summarmála - 1943, foreldrini vóru bæði úr Nólsoy, móðurin Kristina var dóttur Rakul og Kristian á Malarenda, pápin, Arnold var sonur Katrinu og Marius. 2 ára gamal verður Ernst móðurloysingur og veksur upp hjá ommuni og abbanum, Katrinu og Marius. Tá barnaskúlin er frá hondini, er Ernst fyrst læraravikarur á Borðuni tveir vetrar miðskeiðis í 60-unum, síðani gongur hann á kvøldskúla í Havn, einasti handilsskúli, ið tá var, samstundis arbeiðir hann m.a. í Keypssamtøkuni, Impo og hjá Vilhelm Nielsen. Tá hann hevur fingið skrivstovuútbúgvingina, fer hann í starv í grannskoðaravirkinum hjá Sundstein, síðan Sundstein & Ellefsen og seinni verður hann roknskaparleiðari á Telefonverkinum, har er hann í 11 ár. Hann fer aftur í starv á grannskoðaravirkinum, hesuferð hjá Sundstein. Tá kreppan tekur seg upp, verður minkað um starvsfólkatalið á grannskoðaravirkinum og Ernst er nú arbeiðsleysur. Hann hevði tá verið íalt 14 ár á grannskoðaravirkinum. Hetta høvið brúkar Ernst til at útbúgva seg; við sjálvlestri uppá rekordtíð tekur hann løgfrøðiliga útbúgving. Tað eru meira enn 4 ár síðan hann fekk løgfrøðiligt embætisprógv frá Keypmannahavnar Universiteti. Ernst var alla sína tíð áhugaður í samfelagsmálum. Tá hann kemur til Havnar er hansara viðkvæma sinni fulltikið av øllum tí, sum her fer fram. Í hesum árum er hann á fundum hjá SU - sosialistiska ungmannafelagnum - hann verður nevndarlimur og felagið mælir til, at Ernst verður valevni til komandi løgtingsval í november 1966. Av politikarum tá mundi P. M. Dam gera sítt til, at Ernst verður politiskt vaktur. Ernst var javnan valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi heilt fram í áttatiárini og var ofta teirra millum, sum fingu bestu undirtøkuna, hann var onkur skifti varamaður á tingi. Ernst umboðaði Javnaðarflokkin í líkningarnevndini í Havn fleiri skeið og var nevndarformaður. Roknskaparførari fyri Sosialin var hann eitt skifti. Ernst gjørdi upp roknskap fyri fólk og smærri virkir, men tá hann fyri nøkrum árum síðan fór at lesa jura og fekk embætisprógv, var hann eitt skifti løgfrøðingur á løgtingsskrivstovuni. Men Ernst var eisini formaður í Starvsmannafelagnum og í hesum starvi kom hann at standa í hørðum stríði, bæði sum fakfelagsformaður og sum starvsmaður á Telefonverkinum. Hetta var áðrenn formansstarvið var starv burturav. Tað hevur kravt sítt at røkja dagligt starv og harafturat at vera formaður í Starvsmannafelagum, sum hevur nógvar hundrað limir, sum uppaftur eru sera ymiskir yrkisbólkar. Ernst var fastur í avgerðum, og tað var í størsta álvara hann viðgjørdi einstøku málini, hann sum álitismaður var settur at verja. Arbeiðssamur var hann, legði stóra orku í at uppgávur, honum vóru álagdar at fremja sum fakfelagsformaður, vórðu væl frágingnar. Í formanstíð hansara fekk Starvsmannafelagið góð viðurskifti við fakfelagsrørsluna uttaneftir, við Dansk Funktionærforbund og limaskap í Nordisk Funktionærforbund, DNF. Hann legði nógva orku í at fáa pensjónsskipan fyri limir sínar. Í 1985 1. juni eydnaðist at fáa pensjónssáttmála upp í lønarsáttmálan við landsstýrið. Tá Verkamannafylkingin stillaði upp til seinasta løgtingsval, var Ernst valevni; tá Kristian Magnussen í 1996 varð landsstýrismaður og tí fór úr tinginum, tekur Ernst sæti á tingi sum næsti maður á listanum hjá Verkamannafylkingini. Nærlagni og álit í nevndararbeiði sum í málsviðgerð sermerkti mannin. Hann var limur í fíggjarnevndini og formað-ur í landsstýrismálanevndini og trivnaðarnevndini. Ernst var góður við heimbygdina og bygdarfólk sítt, var altíð fúsur við hjálpandi hondini, m.a. við flakavirkinum í Nólsoy. Vón hansara var at fáa eina >>Sandoyarskipan<< eisini fyri Nólsoyar bygd. Brøðurnir Robert, Kristian og Ernst høvdu trolbátin >>Marjun III<<, Ernst var reiðari. >>Marjun III<< fiskaði í Eystursjónum. Tað hevur gingið, men nú var eingin veiðiavtala í Eystursjónum, tí góvust teir. >>Marjun III<< liggur nú í Esbjerg og skiftir væntandi hendur fyrsta dagin. Ernst var giftur Biritu, foreldur hennara vóru Alla og Palli í Tøðuni, sáli, fyrrv. løgtingsmaður í Vági. Hjá tykkum, Biritu, Óla Hans og Jógvan Páll er saknurin svárur. Vit drýpa høvur í virðing og lýsa frið yvir minnið um Ernst Hansen, løgtingsmann. Jákup Lindenskov Viðmerkingin Nú tað sær út til at lógin um mánaðarligan minstaforvinning er endaliga samtykt, fari eg at gera nakrar viðmerkingar til tað sum farið er fram, og kanska serliga tað, sum ikki er komið so nógv fram undir viðgerðini. Í oktober mánaða, nærri útgreinað 24. oktober, sendi Føroya Reiðarafelag út eitt skriv, har gjørt var vart við, at skipini undir hesum felagnum góvu tað størsta íkasti til samfelagið og tí áttu rætt til bróðurpartin av stuðli, sum verður givin til feskfiskaflotan undir Føroyum. Landsstýrið læt ikki hetta brævið fara fram við. Ein nevnd, sum hevur ligið og sovið í eitt hálvt ár, var bráddliga samankallað, og ætlanin var, at hon nú skuldi gera tað skitna arbeiði. Syndabukkurin vóru bátarnir undir mánaðarligum minstaforvinningi, og serstakliga bátarnir undir 15 tons. Tíbetur kendi henda nevndin sínar avmarkingar, og úrslitið var tí ein ávísing til ymsar møguleikar til at spara. At evna uppskot til mátti umsitingin sjálv klára. Eg skal strika undir, at tað sum nevndin viðgjørdi vóru broytingar í verandi lóg. Hvat so víðari er hent vita vit ikki nágreiniliga, men vit vita at nakrir politikarar innan fyri samgonguna vóru settir til at snikka eitt uppskot saman, sum í høvuðsheitum er tað lógaruppskotið, sum í dag er samtykt á løgtingi og sostatt lóg. Meginfelag Útróðrarmanna hevur fylgt við og gjørt sína ávirkan galdandi, og tað má sigast at nakrar kloddar hava vit fingið snøggað til so úrslitið sær frægari út, men sjálvt aðalmálið við hesum uppskotinum, nevniliga at lúka millum triðing og helvt av útróðrarflotanum partvís ella heilt burtur úr hesi skipan hevur tað ikki eydnast okkum at fingið vikað. Tá man hevur yvirvág í styrki nýtist ikki at hava so góð argumentir. Tá er styrkin eisini eitt argument í sær sjálvum. Tað sóu vit eisini, tá samgongan skuldi finna eina undanførslu fyri at halda fast uppá krónuvirði sum gátt fyri at sleppa undir skipanina við mánaðarligum minstaforvinningi. Teir høvdu lisið í Sosialinum, at tað møguligvís komu fleiri nýggjar uppboðssølur, av hesum kom prísurin at verða javnur um alt landið. Ein undanførsla so jánkaslig, at hon best prógvar, hvussu lágt vitið hjá út-róðrarmanninum verður mett. Og tað er ikki bert her vit berjast móti yvirvágini. Tá so Lønjavningargrunnurin gjøgnum Føroya Fiskimannafelag heitir á bátaeigarar um at nýta ávísan sáttmála, ja, so mugu vit ásanna gamla orðatakið: >>Øll eru líka fyri lógini, men summi eru meira líka yvirfyri henni enn onnur<<. Hetta hendir meðan sáttmálin hjá Meginfelag Útróðrarmanna, sum er lisin og tilpassaður verandi lóggávu av tveimum løgfrøðingum, verður tagdur í hel. Tvøroyri 28/12 Chris Jan Michelsen Góð læknahús neyðug Viðv.: Viðmerkingum til kommunulæknaskipanarlógina, sum sendar eru landsstýrinum Stýrið í FKF hevur havt omanfyrinevnda mál til viðgerðar og hevur hesar viðmerkingar: Til lógina: Alment verður tað hildið vera løgið, at hesin spurningur verður tikin upp nú ætlanir eru frammi um at broyta kommunubygnaðin og helst eisini læknadømini. Sambært lógini sum heild er tað landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum hevur alt at siga, meðan kommunurnar eru statistar, sum gjalda ein ávísan part av útreiðslunum, eftir avgerðum, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum tekur. Hetta bendir ikki á eina skipan, har størri ábyrgd verður løgd á kommunurnar. Við einum møguligum broyttum kommunubygnaði og ábyrgdarbýti og somuleiðis eisini møguligum umskipaðum læknadømum so er greitt at meira má gerast við tey umsitingarligu organini við útreiðslubýti. Greitt er, at hetta uppskotið nøktar als ikki tann tørvin. Tann stóri trupulleikin hjá fleiri læknadømum er eitt hóttandi læknatrot, millum annað tí, at læknar ikki fáa sær fastan bústað í hesum læknadømum. Hesi somu læknadømi mugu tí hava góð læknahús tøk, og sambært uppskotinum eisini til avloysara. Hesar kommunur eru fíggjarliga veikar og tí vil felagið fegið koma á fund við landsstýrið um hetta vandamál. Umframt eigur tað í lógini at vera ásett hvussu útreiðslurnar skulu býtast, t.d. helvtin eftir fólkatalinum og helvtin eftir skattainntøkuni. Viðmerkingar til sáttmálan: Til §2: Læknin skal hava bústað innan fyri tað økið, sum verður avgjørt í tilnevningini og hann skal altíð vera at hitta í læknadøminum. §4: Kommunurnar útvega viðtaluhøli við neyðugum innbúgvi og amboðum til kommunulæknan eins og tað liggur á kommununum at hava rúm tøkt, har læknin eftir fastari skipan hevur viðtalu uttan fyri høvuðsviðtalustaðið. Kommunufelagið kannar í løtuni ymiskt í sambandi við læknaútbúnað við tí í hyggju at fáa hesi viðurskifti javnari frá einari kommunu til aðra. Fyri felagið Jógvan K. Mørkøre, form. Ein heilsan til Karl abba Góði abbi. Tankarnir leita til tygara, nú vit eru byrjað uppá eitt nýtt ár. Serliga nú Jenny omma ikki er ímillum okkum meira. Bert 3 vikur síðan vit bóru hana til hvíldar. Vit vistu væl, at omma var móð, nú hon var 91 ár, men vit dugdu so illa at skilja, at hon skuldi fara frá okkum, tí hon var so glað fyri at liva, men dagar hennara vóru taldir. Ja, abbi, hendan mánaðin høvdu tit livað saman í 60 ár. Harrin unti tykkum øll hesi árini saman. Vit takka honum fyri tað. Vit hava bara góð minnir eftir ommu, men eitt tómrúm var at koma til Runavíkar á jólum, og eingin omma var. Góði abbi, hóast tygum hava nátt ein høgan aldur, tað má sigast, 92 ár, eru tygum lættur á fótum og altíð glaður og við tí góða. Tað gleðir eisini okkum nógv. Takk fyri tað. Eg ynski abba alt tað besta í tí nýggja árinum og takki fyri tað, abbi og omma hava verið fyri meg. Jesus pápi signi tygum. Heilsan við Es. 46-4. Signar Tað løgna ríkið Sjálvdan hava Føroyar og føroyingar fingið so nógva umtalu í donsku fjølmiðlum. Donsku sjónvarpsrásirnar hava gjørt sendingar undan vitjan Nyrups, og bløðini hava nógvar viðmerkingar Í danska blaðnum Informtión er ein grein sum ber heitið "Tað løgna ríkið". Greinin setur eitt stórt spurnartekin við framferðina hjá Poul Nyrup Rasmussen mótvegis føroyingum. Sagt verður millum annað, at orsøkin til tann stóra áhugan fyri hesum ríkisfundinum skal finnast í mátanum, Nyrup-stjórnin hevur handfarið føroyska bankamálið. Millum annað tí, fundurin verður hildin í Føroyum, har skaðin er hendur, og tí, at fundurin verður hildin einans níggju dagar, áðrenn frágreiðingin verður almannakunngjørd. Greinskrivarin spyr m. a. um høgtstandandi embætismenn ella ráðharrar vóru vavdir inn í gøluna um Føroya Banka. Greinskrivarin kemur millum annað inn á ríkisstuðulin, sum vit fáa úr Danmark. Føroyingar fáa 908 milliónir í verandi ári, men ein partur verður sendur aftur til Danmarkar sum rentugjalding og ein annar partur sum vørukeyp úr Danmark. Tí kunnu nógv stuttlig roknistykki setast upp um henda blokkstuðul. Einki er at ivast í, sigur blaðið, at tann samlaði blokkstuðulin, til Grønland og Føroyar, er í milliardklassanum, uttan tó, at danir eru illir um tað. Tað er bara Framburðsflokkurin sum hevur grenjað, tá danska fíggjarlógin hevur verið til viðgerðar. Nyrup vánaligur PR-maður Annars heldur Informatión, at Poul Nyrup Rasmussen skuldi fingið prísin fyri vánaligastu donsku PR-framførsluna. Hann hevur goymt upplýsingar, hann hótti føroyskar politikarar í 1993, og tá ynskini um dómarakanning komu fram, noktaði hann at spæla við opnum kortum, og gav føroyingum eina afturlætna kanningarnevnd. Henda kanning brúkti ein sakførara, sum mátti viðganga, at hann var inhabilur. Aftaná hesar brølarar hevur Nyrup gloymt allar møguleikar at koma til Føroya fyri at bjarga støðuni. Sera undrunarsamt í eini so stórari niðurgangstíð, sum henni Føroyar hava verið í, heldur Informatión. Nú roynir Poul Nyrup Rasmussen, at bjarga støðuni, men heldur Informatión: - Hann skal flenna so, at oyrini detta av, fyri at bøta um skaðan. Tí sjálvt um teir nú royna at endurreisa sambandi landanna millum, so hava vit eina kenslu av, at tað er ein frágreiðing uppá, hví hetta mál hevur gingið, sum tað hevur, og tað er helst tí, at Poul Nyrup innast í síni politisku sál, ikki dámar ríkisfelagsskapin so væl. Samansvørjing Eisini Politikken skrivar nógv um Føroyar í dag. Millum annað verður í eini grein sagt frá, at embætismenninir í forsætismálaráðnum alla tíðina halda seg kunnaðar um slatur, misálit og samansvørjingarteoriir. Tað er Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður, sum javnan skrivar til Danmarkar um, hvat føroysku fjølmiðlarnir, fáast við. Hon sigur við Politikken: - Meginpartin av tíðini hava danir tikið avgerðirnar í Føroyum, og føroyingar eru ikki vanir við, at danir hava hildið sínar avtalur. Hon sigur eisini: - Samfelagið her er lítið, og nokkso avbyrgt. Her hendir alt á ein ørðvísi hátt enn aðrastaðni, og við aðrari ferð. Tá føroyingar møta einum "toptunaðum", effektivum donskum embætisverki, so kann tað virka ræðandi. Løgmaður verður, úr einum tíðindaskrivi, endurgivin fyri at siga, at hann er keddur av at fjølmiðlarnir ferð eftir ferð seta kílar í sambandið millum Danmark og Føroyar. Tó skrivar Politikken: - Danska forsætismálaráðið hevur gjørt sítt til, at halda slatrinum uppi, millum annað við at nokta føroyingum innlit í málið um undirgrundina. Politikken hevur roynt, at fingið eina viðmerking frá Niels Bernstein, sum er stjóri í forsætismálaráðnum, men hann vil onga viðmerkingar gera. Sjálvir skyldina Í eini leiðandi grein, við heitinum "Framtíð Føroya" slær Politikken fast, at tað eru føroyingar sjálvir, sum hava skyldina. Føroyingar hava brúkt ov nógvar pengar, bæði alment og privat, og føroyska samfelagið var farið á húsagang. Politikken sigur hetta, tí blaðið heldur, at hetta ofta verður gloymt í kjakinum í Føroyum - Ja, vistu vit ikki betri, so kundi kjakið í Løgtinginum og Fólkatinginum bent á, at tað var stjórnin, sum skapti kreppuna í Føroyum, og at teir hava snýtt føroyingar til at yvirtaka tapið hjá Den Danske Bank í føroyska samfelagnum. Sagt verður, at bankamálið ikki er orsøkin til kreppuna, men ein fylgja av henni. Niðurstøðan í greinini er, at líkamikið hvør niðurstøðan av bankakanningini er, so broytir tað ikki tørvin fyri eini framhaldandi endurreisingararbeiði av føroyska búskapinum. Ábyrgdin fyri kreppuni liggur fyrst og fremst hjá Landstýrið og Løgtingið, og møguliga eisini hjá donsku stjórnini og leiðsluni í Den Danske Bank. Hetta kjak kann ikki longur forða fyri einum skilagóðum kjaki millum føroyingar um framtíð Føroya. Soleiðis siga danskir greinskrivarar, og ikki kann sigast annað enn, at tað er ymsikt sum eyguni síggja støðuna. Í donsku bløðunum hava næstan ongar viðmerkingar frá føroyingum. Tað er helst tí, at teir ikki hava brúk fyri teimum. Tað sýnist sum danir kenna støðuna betri enn føroyingar gera. Roar H. Olsen: Djóravælferð úti og inni Heitt hevur verið á meg um at greiða eitt sindur frá hugtakinum djóravælferð. Heitt hevur verið á meg um at greiða eitt sindur frá hugtakinum djóravælferð. Evnið fevnir sera víða. Her skal bert verða nortið eitt sindur við grundleggjandi tørv og fóður, hold, luft, ljós, rørslu, fjós og veðurlag. Tey eru nógv, ið halda tað vera synd í húsdýrum ­ rossum, neytum, ja sjálvt seyði, at hesi ganga úti um veturin. Hetta er stór misskiljing. Nógv eru eisini í iva um, nær tað er tíð uppá at fara víðari við einum varhuga um djóramisrøkt, hvat ið er umráðandi, og hvussu skal metast, um dýrini hava tað gott. Sorgarleikur hevur stundum staðist av, at fólk, ið vara av dýrum, eru vorðin sálarliga sjúk ­ makta ikki annað enn egnar trupulleikar og kanska eru løgst at drekka. Í flestum, kanska øllum hesum førum, er talan um dýr, sum hava verið stongd inni, bundin á bási, so tey ikki sluppu til rýmingar og eingin fremmandur kundi síggja skilið. Tað er gleðiligt, at fólk nú hava eitt vakið eyga og fylgja við, at eisini dýrini hjá øðrum verða passað nóg væl, fáa nóg mikið av fóðuri og at tey um neyðugt boða øðrum avvarandi og myndugleikum frá. Ikki bert fyri dýrini, men eisini fyri fólkið, sum annars eigur at vara av dýrunum, er tað betri, at stig verða tikin, áðrenn beinleiðis djórapínsla stendst av. Hvørjum skal hyggjast eftir? Fyri ikki at órógva myndugleikarnar óneyðugt og koma í klammarí við djóraeigarar, har viðurskiftini eru í lagi, er tó neyðugt við eitt sindur av grundleggjandi vitan at miða seg eftir, kanska serliga hjá býarfólki, sum mangan hava flutt seg í so langt burtur frá náttúruni. >>Vís mær ikki keraldið, vís mær mannin<<, sigur eitt gamalt orðatak. Um dýrini fáa nóg mikið av fóðuri verður mett eftir holdinum, ikki eftir lendinum tey ganga á, tí møguliga verður fóður borið dýrunum ella sleppa tey at fóðuri, sum eygleiðarin ikki sær. Ávíst fyrivarni skal takast fyri neyt. Bert drápsneyt eiga at vera feit. Nútímans mjólkineyt klára ikki at eta ímóti tí, tey mjólka fyrstu mánaðirnar eftir, at tey hava kálvað og kunnu tá gerast rættuliga rak, áðrenn tey aftur fitna. Tey eiga ikki at vera alt ov feit, áðrenn tey kálva, heldur í soltnara lagi. Tað er tí í lagi, at beinagrindin hómast á mjólkikúm, men eru dýr so út av lagi rak, at ryggjageislarnir standa sum tindar uppúr, tá er lítið at ivast í, at her er galið. Trivnaður úti og inni Dýr hava altíð gingið úti. Í náttúruni hava tey sum slag ment seg við, at tey sterkastu yvirlivdu, tá ið harðast leikaði á, og at tey sterkastu kalldýrini sluppu at føra sína ætt víðari, meðan viðføddir veikleikar hjá øðrum soleiðis blivu soldaðir frá í alingini. Í seinni tíðum hevur hetta hildið áfram, men fyri ein part í samspæli við menniskjuni, sum umframt styrki hava lagt dent á aðrar eginleikar, vakstrar- og mjólkievni, kjøtsmakk, ullferð osfr. Ullferðin er tó framvegis soleiðis skikkað, at hon yvirhøvur ger dýrini egnað at vera úti í øllum veðri. At húsdýr vanliga standa í fjósi í Føroyum kemur ikki av, at tað er betri fyri tey at standa inni ­ tvørturímóti. Tey verða vanliga tikin inn, tí tey um veturin kleyva lendið meira upp, enn jarðánarin kann góðtaka ella tí, at tað annars ikki slepst til teirra, at geva og hava eftirlit við teimum, eitt nú í lembing. At seyður, um ikki alneyðugt, verður hildin á bási er stór misskiljing av teirra veruliga tørvi og beinleiðis skaðiligt fyri alingina, tí her hjá okkum er tørvur á dýrasløgum, ið tola ringt veður, og gerst tað best við at ala víðari uppá tey, sum hóast harðbalið veðurlag, trívast best úti. Hetta er ikki tað sama sum at siga, at tað er skeivt at geva afturat um veturin, men sjálvt tað skal gerast við varni og um gjørligt heldur úti enn inni ella soleiðis, at seyðurin frítt kann ganga út og inn. Seyðahús fíggjarliga ósamanhangandi Fíggjarliga hongur byggingin av hesum nógvu nýggju seyðahúsum ikki saman, serliga um tað varð fíggjað fyri somu rentu, sum samfelagið skal gjalda fyri at útvega lánspening til endamálið. Við seyðahúsum slepst undan stórum seyðafelli hvørji 20 til 40 ár, um so er, at stórkavin legst meðan seyðurin er inni, men hesin vinningur klárar ikki at gjalda rentuna av seyðahúsunum. Sjálvsagt er tað ikki serliga djóravinarligt at lata seyð doyggja í kulda og kava, og hava vit sjálvsagt skyldu at gera alt vit eru ment fyri at hjálpa seyðinum. Men møguliga skulu vit fyri ein part finna aðrar og bíligari loysnir enn at byggja seyðahús, har tað ikki er alneyugt. Kanska er ávíst felli tey ringastu árini eisini neyðugur prísur fyri, at eginleikarnir hjá eftirverandi seyðastovninum at yvirliva og trívast í okkara náttúru eru sum frægast, eisini tann partin av árinum, seyðurin ikki er inni. Fleiri sjúkur inni enn úti Tá ið menn byggja >>góð<< og tøtt fjós, fáa teir helst sær sjálvum eitt gott arbeiðsumhvørvi, men fyri dýrini gevur tað ofta verri trivnað og fleiri sjúkur, serliga um útluftingin ikki er einastandandi góð. Slævin luft og rámur ammoniak-deymur í einum fjósi eru tekin um, at útluftingin er út av lagi vánalig og má betrast munandi. Eisini hevði tað verið betri fyri dýrini, um tey í staðin fyri bundin á bási sluppu at ganga frítt ella í einari boks við í minsta lagi 6 fermetrum til hvørt stórdýrið. Best er tó, um tey eisini sleppa at ganga úti, um ikki annað í uttandura rennigarði og at viðbrekin dýr, smákálvar og smáfyl, onkursvegna sleppa at kroka, tá vindur og avfall er av tí mesta, t.d. í einum bóli, aftur undir einum bakka, húsaveggi ella undir hálvtekju ella líkandi. Hjá hesum hevur tað serliga týdning, at tey kunnu standa turr. Betri er við fullkomiliga opnum ella hálvopnum skúri enn at dýrini í annars góðum fjósi standa í beinleiðis trekki av vindi, sum vit eisini vita frá okkum sjálvum. Kuldi eingin trupulleiki Sjálvt um dýrini hava møguleika fyri at kroka, tá tey hava hug, skal veðrið vera rættuliga ófantaligt, fyrr enn tey ikki heldur velja at ganga ella liggja úti enn inni, hóast tað hjá fólki, serliga býbúgvum, sær ótespuligt út. Orsøkin er, at mesti fenaður á okkara leiðum, m.a. neyt, seyður og ross, trívist best í umhvørvi frá umleið minus 10 til pluss 10 hitastig. Dýrini krevja sjálvsagt nóg mikið av vatni og fóðuri, eisini stráfóðuri , vitaminir og mineralir, sera gott luftskifti, ljós og møguleika fyri at røra seg. Sleppa dýrini afturundir, tá ið harðast leikar á, og fáa tey nóg mikið av fóðuri, framleiða tey sjálvi ovmikið av hita av hesum. Um kuldin tá kemur væl niður um 10 kuldastig, hevur hetta einki at siga. Heit, slævin luft drepandi Øll vita vit, at tá hiti, væta ella slævin luft og lívrunnin evni eru til staðar, fleirfalda bakteriur seg við ørandi ferð. Standa dýr tá tætt saman í tøttum fjósi, er vandi á ferð, serliga hjá teimum viðbreknu, kviðin dýr, smákálvar og fyl. Í londum har ávísar bakteriur og virus, sum eitt nú elva til lungnabruna hjá húsdýrum er vanligur, doyggja dýrini ­ serliga kálvar, lomb og fyl ­ frá hond, um tey standa í >>góðum<< og tøttum fjósum. Tey tola ikki ta slævnu luftina, sum er at finna í fleiri føroyskum fjósum. Men tær herviligastu av hesum sjúkuelvandi verum eru tíbetur ikki til í Føroyum enn. Verða hesar smittur førdar inn, kann hetta hava álvarsligar avleiðingar við sær, um ikki orsøkin og neyðugar broytingar í fjósunum verða framdar beinanvegin. Hetta verður ikki skrivað fyri at harta tey, sum hava dýrini í fjósi, umstøðurnar loyva mangan ikki øðrum, bert fyri at kunna fólki, sum hava ilt av, at dýrini ganga úti um veturin. Flestu ross sleppa tó eisini út um veturin, um ikki dagliga, so í vikuskiftunum. Er fjósið turt, ikki beinleiðis heitt og eingin ammoniakroykur at merkja, er hetta vanliga tekin um, at luftskiftið er á góðari leið. Frægast hevði tó verið, um dýrini høvdu ein teig ella ein uttandura rennigarð, har tey dagliga kundu sleppa út. Luft Sum høvuðsregla skal luftinntakið í annars tøttum fjósi stýrast soleiðis, at tað er í vindeygahædd ella hægri, at kalda luftin, ið kemur inn, ikki dettir beint niður á smákálvar, smáfyl og lomb, um hesi standa við ein útvegg, og at heita og slævna luftin, ið søkir uppeftir, sleppur út aftur ovarliga ella í sjálvari mønini. Um opini eru nóg stór, er ikki neyðugt við mekaniskari útlufting og streymnýtslu til hetta. Hitin frá dýrunum syrgir sjálvur fyri hesum luftrensli. Ljós Sum landsmaður okkara Niels Finsen vísti á, hevur eisini ljós sera stóran týdning fyri heilsuna. Hetta er ikki einans galdandi hjá fólki. Millum annað hevur ljós týdning fyri evnini at upptaka ávís vitamin og mineral og fyri hormonskipanina annars, eitt nú kynshormonini, ið stýra eggjaloysingini hjá hondýrum, t.e. at neyt verða til tarv, ær á blesmanna og ryssur á áløgum (á riði). Hjá dýrum, sum standa á bási, eru tekin um hetta av somu orsøk ofta óreglulig og ótýðilig og við hvørt als ikki til staðar. Serliga stórt árin hevur ljós á D-vitamin, ið hevur týdning fyri tey hormon, sum stýra upptøku av kálki úr gørnunum og goymslu av kálki í beinagrindini. Høvuðsatvoldin til Eingilska-sjúku (bleyt og veik beinagrind, innsmokkað rivjabein og liðapína), sum eftir ídnaðarkollveltingina var stórur trupulleiki hjá enskum børnum, serliga teimum í kolanámsvinnuni og hjá føroyskum børnum, sum fyrr blivu hildin ov nógv inni um veturin, er júst tørvur á D-vitamini, sum m.a. stendst av ljóstroti. Trivnaður yvirhøvur Í Noregi verður frá komandi ári helst bannað at hava neyt á bási alt árið, og er tað púra beint. Fyrr ella seinni kann slíkt bann væntast hjá okkum eisini. Eg kenni ikki tjakið aftanfyri hesum í Noregi. Umframt omanfyrinevndu orsakir, hevur tjakið í øðrum londum um hesi viðurskifti tó eisini við kropsligan og sosialan trivnað hjá dýrunum yvirhøvur at gera, møguleikanum hjá teimum at vera saman við øðrum av sínum egna slagi, at sleppa at strekkja beinini, renna, menna beinagrind, vøddar, vakstrar- og sinnalag undir umstøðum, ið eru so nær gjørligt teimum, ið tey eru skapað til. At fólk sumstaðni hava dýr gangandi á einum lutfallsliga lítlum stykki, sum verður traðkað illa upp og einki strá sæst eftir, merkir sostatt ikki, at hesi fara verri við dýrunum enn hini, sum hava tey inni, heldur hinvegin, um tey bert geva nóg mikið av vatni og fóðuri. At t.d. ross við hvørt leggjast at eta mold nýtist heldur ikki at vera tekin um, at tey einki ella ov lítið fóður fáa, men heldur, at teimum tørva ávís mineral, sum ikki er nóg nógv av í verandi fóðuri og mineralblanding, men sum tey sjálvi fáa sær úr moldini. Einki er galið við tí. At tey við hvørt tykjast standa og bína við eitt garðslið, er helst tekin um, at tey eru von við at fáa kraftfóður innan næstu tímarnar, ikki at tey verða svøltað. Tá høvdu tey heldur brotið garð. Tørvur á kappingarførum loysnum Innan fá ár kann væntast, at latið verður upp fyri fríum innflutningi av øllum landbúnaðarvørum, eisini lágpasteuriseraðari mjólk. Í EU, har mjólkaprísurin vegna studning og harav standandi høgum jarðarprísum er >>kunstiga<< høgur, verða íløgur til fjós, súrhoyggjabrunnar osfr. uppá einar 30.000 kr. fyri hvørja kúgv roknað sum evstamark fyri at kunna kappast. Í Føroyum er vanlig íløga frá 100.000 kr. og uppeftir uppá fjósplássið. Fyri at klára seg í framtíðarkappingini er sjálvt 30.000 kr. ov nógv, tí roknað verður við, at mjólkaprísurin á altjóða støði komandi árini fer at falla við um 4% um árið. Hetta sigur okkum eisini eitt sindur um tørvin á framtíðar ætlanarlegging fyri vanliga landbúnaðin í Føroyum. Tørvur er á loysnum, sum eru lagaðar eftir veruliga tørvinum hjá okkara húsdýrum og samstundis so einfaldar og bíligar, at vit eru kappingarfør við lond, har djóravælferð langt síðan er slept í peningajagstran og dýrini dagliga verða givin hormon og pensilin fyri at kroysta framleiðsluna enn hægri upp. Slíkar loysnir kunnu bera í sær, at dýrini ganga í haga ella undirhaga so leingi sum gjørligt og at tey alt árið kunnu ganga úti ella út og inn og bara hava okurt slag av skýli at kroka í, sum eisini er betri fyri tey enn tætt fjós. Hartil krevst bert, at roynt verður at gera eitt sindur við lendið rundan um fjós ella skýli, at dýrini fáa gingið og ikki gerast føst í evju. Ross í rennigarði Sjálvi hava vit nú í vetrarhálvuni tvey fyl gangandi á 4­500 fermetrum, og hava fleiri spurt okkum, um hetta eru rættar umstøður at hava ross, um tað ikki er synd í teimum, at tey ganga úti. Onkur hevur enntá vent sær til okkurt blað við einum fyrispurningi um rossini fáa nakað at eta. Tað er sum áður nevnt gleðiligt, at fólk hava eitt vakið eyga og dámligt, at blaðið vendir sær beinleiðis til okkara fyri at vita, um viðurskiftini eru í lagi, hóast tað sum áður nevnt skuldi verið nóg mikið at ásanna, at tey eru væl í holdum. Í einum skýli er hoyggj og vatn fyri teimum alt samdøgrið. Neyðugt er at avmarka kraftfóðurnýtsluna nakað fyri at tey ikki skulu gerast ov feit og svansa ov nógv við tí. Umframt graspillarar fáa tey kornúrdráttir, rótarestir o.a. eins og vitaminir og mineralir og hava ein mineralsaltstein at sleikja eftir egnum huga. Kálk fáa tey úr knústum skeljum, sum tey grammliga eta. Ikki ber til at leggja fóðurið út, so fólk síggja, at vit geva teimum, tí tá spillist tað av regni, men hava vit nú hongt ein seðil upp uttanfyri, sum stutt greiðir frá hesum. Talan er um tvey 11/2 ára gomul føroysk hestfyl, sum hava tørv á at beistast eitt sindur fyri at menna vøddar, vakstrar- og sinnalag. Ynskiligt kundi sjálvsagt altíð verið við meira av plássi. Grannastykkið var lænt til beiti, men tá tey ikki longur virdu el-hegnið, hóast ovmikið av hoyggi, kraftfóðuri og vatni var í skýlinum, máttu vit taka tey inn á okkara egna stykki, sum ikki krevur el-hegn. Ælanin er tó ikki, at hetta skal vera beiti hjá teimum, tað er stykkið sjálvsagt alt ov lítil til, men at tey í staðin fyri at standa bundin á bási allan vetur skulu sleppa at strekkja beinini. Í løtuni er tað nakað moldkent, men arbeitt verður uppá at fáa tað so turt, sum gjørligt. Skeljar Hetta verður m.a. gjørt við at koyra knústar skeljar á bøin fyri at fáa meira poknut tilfar og harvið luft niður í moldina, sum saman við kálkinum í skeljunum er neyðugt fyri, at moldin verður minni súrgað og plantur kunnu taka føðsluevnini úr moldini og gagnnýta tey til fulnar. Fylini eta nógv burturav knústu skeljunum í moldini og syrgja annars sjálvi fyri at traðka og blanda skeljarnar niður í moldina, so maskinamboð til hetta eru ikki neyðug. Í løtuni er tað ófantaligt at síggja til, tí skeljarnar hvørva nærum beinanvegin niðurí moldina, men um meira verður koyrt á av hesum og øðrum tilfari gerst hógvurin sum frá líður turrari og fastari og eitt lag av mold og grasi fer at leggjast omaná. Kálkið í skeljunum og økta luftin í moldini geva eisini liviumstøður hjá nógv fleiri livandi verum, sum virka sum eitt slag av lívrunnum filtri, ið saman við kálkinum sjálvum bindir føðsluevnini og minkar um dálkingina og frárensl av føðsluevnum frá mold og tøðum. Albanar Eitt av teimum fólkasløgum, ið við passandi millumrúmum verður umrøtt í fjølmiðlum, er albanska fólkaslagið. Sum kunnugt er hetta eitt av fólkasløgum á Balkanhálvoynni. Har, vita vit, eru nógv onnur fólkasløg, og tað vanliga er, at nógv búgva í sama landi - í gamla Jugoslavia funnust til dømis umleið 40 ymisk fólkasløg. Albanar hava eitt land - Albania - men í mun til flestu fólkasløgini á Balkan er teirra støða serlig við tað, at yvir ein triðingur av heimsins albanum býr uttan fyri Albania, fyrst og fremst í grannalondunum Serbia og Makedonia. Kommunistiska Jugoslavia var ein sambandsstatur samansettur av lýðveldunum Slovenia, Kroatia, Bosnia-Hercegovina, Montenegro, Makedonia og Serbia, sum hevði ta serligu støðu at hava tvey sjálvstýrandi øki innan fyri sítt umráði: Vojvodina norðanfyri og Kosova fyri sunnan; alt hetta komst av tjóðskaparligum orsøkum, tí at í Vojvodina var stórur partur av fólkinum ikki serbar, men t.d. ungarar (400.000 - kenda tenniskvinnan Monika Seles er ein av teimum), tjekkar, ukrainar, rumenar og aðrir, og í Kosova var og er 90% av fólkinum albanar. Tá ið Kommunistjugoslavia datt sundur, gjørdist hvørt av hesum lýðveldunum sjálvstøðug lond, tó blivu Montenegro og Serbia saman undir heitinum Jugoslavia, men tað politiskt týdningarmesta í okkara samanhangi, sum hendi, var tað, at Vojvodina og Kosova misti sítt sjálvstýri og vórðu eftir boðum frá Milosevic, serbiska forsetanum, innlimað í Serbia sum ein og hvør annar serbiskur provinsur - uttan serlig tjóðskaparlig rættindi, og t.d. skuldu albanar ikki longur hava albanskt í skúlanum, og øll undirvísing - líka frá fólkaskúlanum og til universitetini - skuldi vera á serbiskum. Tann, sum ikki vildi lata sær hetta lynda, varð vístur burtur frá undirvísingini. Fylgjan hevur verið, at albanskt mælt børn og lesandi ikki hava fingið almenna undirvísing, og sum dømi kann nevnast, at 23.000 studentar við albanskum sum móðurmáli ikki eru slopnir inn á universitetið í Pristina, høvuðsstaðnum í Kosova, síðan 1990. Hóast hetta hava teir kunnað hildið fram við síni útbúgving, tí at teirra uml. 1.000 albanskttalandi lærarar, sum vegna málstríðið er uppsagdir, hava undirvíst á skrivstovum, í privatum heimum, ja enntá í úthúsum, stórt sæð fyri onki. Og tað sama er hent í barnaskúlunum, ja stórt sæð við allari undirvísing. Hetta slagið av passivari mótstøðu hava albanar í Kosova verið samdir um. Undir leiðslu av Ibrahim Rugova, sum teir rópa forseta (hann er fólkavaldur av albanum), varð í 1990 skipað fyri fólkaatkvøðu um sjálvstýri. Henda fólkaatkvøðan gav risastóran meiriluta fyri sjálvstýri, men tað kundu makthavararnir í Beograd ikki taka sær av, og aftursvar teirra hevur verið lurkar, táragass og skotvápn. So seint sum nú um høgtíðina vórðu 2000 albanskir studentar, sum skipaðu fyri mótælisgongu í Pristina, avbukaðir av serbiska politinum. Heimurin uttan um letur lítið við seg koma, og tað er týðiligt, at fleiri og fleiri Kosovaalbanar, sum higartil hava gingið inn fyri friðarligum politiskum loysnum, kenna seg vónsviknar, tí tað kemur teimum fyri, at ongi framstig verða gjørd. Í seinastuni eru hend fleiri álop á serbiskar løgreglumenn og hermenn í Kosova, og undan kavi er komin ein felagsskapur, ið kallar seg Frælsisher Kosova, og hesin hevur sagt seg hava framt álopini. Hetta týðir so uppá, at fólk eru vorðin troytt av friðarligum politikki, og at áhugin fyri at gera nakað hernaðarliga veksur. Hetta er so mikið meira vandamikið, tí at albanar í Makedonia, har teir eru triðingurin til helvtin av samlaða fólkatalinum (neyv tøl eru ómøgulig at fáa), hava eisini trupult við at fáa viðurkent síni tjóðskaparrættindi. Og vápn tróta ikki í økinum. Ein stórur partur av teimum vápnum, sum fólk tóku sær á herstøðunum, tá ið politiski ruðuleikin valdaði í Albania, eru ongantíð komin aftur í aftur. Hvagar tey kunnu vera farin, skal ikki stórur fantasiur til at ímynda sær. So verður ikki skjótt okkurt gjørt frá altjóða myndugleikum, kunnu vit lættliga koma at uppliva eitt kríggj, sum ikki verður mætari enn tað í Bosnia-Hercegovina. Emil L. Jacobsen Heimsins sterkasti gera Regin sterkari Sterkir menn: Føroya sterkasti maður, Regin Vágadal, fer nú til Íslands at venja saman við m.a. Magnus Ver Magnusson, sum fleiri ferðir hevur vunnið kappingina heimsins sterkasti maður STERKIR MENN: Tað hevur seinastu tíðina verið trupult hjá Føroya sterkasta manni Regini Vágadal at fáa nóg góða venjing í Føroyum, tí mótstøðan ikki er nóg góð. Av tí sama fer Regin nú til Íslands at venja, so hann kann taka seg upp aftur meira fram millum heimsins risar. - Eg havi fingið í boði at sleppa til Íslands at venja saman við m.a. Magnus Ver Magnusson, greiðir Regin frá. Hann sigur, at hann eisini hevur fingið eitt tilboð um at sleppa til Danmarkar at venja saman við sterkum monnum har, men at hann valdi Ísland, tí hann og Magnus Ver Magnusson semjast væl. Magnus Ver Magnusson hevur verið í Føroyum tvær ferðir, seinast beint eftir jól, tá hann saman við Regini og dananum Flemming Christensen var við í kappingini >>Heimsins kempur<< í Havn og á Kambsdali. Regin vann eina kappingargrein í Havn og eina á Kambsdali. Í Havn vann hann kappingina um at lyfta tvær tunnur og halda teimum uppi so leingi sum gjørligt, og á Kambsdali var hann raskastur at renna við bobbens. Tað er ikki greitt, júst nær Regin fer til Íslands. - Magnus er jú rættiliga upptikin. Hann er við í onkrari kapping næstan annaðhvørt vikuskifti, sigur Regin, sum vísir á, at tað ikki er tí, at hann ikki hevur fingið góða hjálp í Føroyum, at hann nú fer til Íslands at venja. Tað er stutt og greitt tí, at mótstøðan er ov lítil. Sjúkur Hjá Regini ræður tað framvegis um at vera við í so nógvum altjóða kappingum sum gjørligt, so hann veruliga kann gera seg galdandi millum heimsins bestu. Hann er bjóðaður við til eina kapping í ungarska høvuðsstaðnum Budapest í juni-juli, og tann 8. august verður ein liðkapping í Hollandi. Fyri Regin verður her talan um eitt danskt lið, eftir sum Føroyar eru ein partur av Danmark. Annars hevur Regin ligið sjúkur við fepuri seinastu dagarnar, og tað er sjálvandi eitt sindur mergsúgvandi. Men hann sigur, at tað er betri, at hann gjørdist sjúkur nú, enn um hann hevði verið tað, tá kappingin var í Føroyum millum jól og nýggjár. Harafturat hevði hann kortini ætlað sær at tikið ein steðg í venjingunum um hesa tíðina. Skeið fyri hondbóltsvenjarum Hondbóltur: Komandi vikuskifti verður skeið fyri føroyskum hondbóltsvenjarum í Gundadalshøllini í Havn HONDBÓLTUR: Leygardagin og sunnudagin verður skeið fyri hondbóltsvenjarar úr øllum feløgum í Gundadalshøllini. Tað eru venjarar (lærarar) og næmingar frá Venjaraskúlanum í Aalborg, sum eru í Føroyum og hava venjing í feløgunum, sum halda skeiðið. Leygardagin verður venjing av málverjum, og sunnudagin er skráin býtt upp í tríggjar partar: At byggja eina 3:2:1 verju upp, at byggja eitt mótálop frá einum leikara til alt liðið, og um tekniska verju og álopsvenjing. Sekstan leikarar í aldrinum 14-15 ár verða brúktir í venjingini, sigur HSF at enda í tíðindaskrivi. Eyðun Klakkstein Tað stendur nógv upp á spæl Hondbóltur: Dystirnir í steypakappingini eru spennandi. Bæði hjá kvinnum og monnum er tala um dystir millum bestu liðini Dagurin í dag er ein stórur og spennandi hondbóltsdagur, og ikki færri enn fýra týdningarmiklir dystir eru á skránni. Tað eru fyrru hálvfinalurnar í steypakappingunum hjá teimum vaksnu, sum skulu avgreiðast í kvøld, og hjá monnum verða tað tveir framúr spennandi dystir. Tey fýra liðini, sum stríðast um heiðursmerkini í 1. deild eru eftir í kappingini, og lutakastið, sum Hondbóltssambandið hevði stutt fyri jól, lagaði tað soleiðis, at VÍF og H71 skulu spæla í aðrari hálvfinaluni og Kyndil og StÍF í hinari. Hesi lið skulu spæla tveir dystir móti hvørjum øðrum og vinnandi liðini spæla so finaluna leygardagin 14. februar. Í kvøld spæla VÍF og H71 í Vestmanna klokkan 19.45, og tað er triðju ferð, at hesi liðini hittast í ár; tey hava vunnið einaferð í part. Dysturin millum Kyndil og StÍF verður spældur í Havn kl. 19.45, og so seint sum sunnudagin vann StÍF landskappingardystin millum feløgini sannførandi. Eisini brak hjá kvinnunum Hjá kvinnunum spæla 2. deildarliðið hjá VÍF og 1. deildarliðið hjá Kyndli í Vestmanna klokkan 18.30 í kvøld. Á Skála verður eitt rættiligt brak, tá StÍF og Neistin fara at dystast, hesi bæði liðini liggja saman við Kyndli púra jøvn í toppinum í 1. deild. Seinnu hálvfinalurnar verða spældar næsta mikudag og í vikuskiftinum hava feløgini so frí í landskappingini. Eyðun Klakkstein UEFA-formaður: Tey smáu londini skulu eisini vera við Fótbóltur: Tað verður framhaldandi aðalmálið hjá UEFA, at øll tey europeisku londini, eisini tey smáu, skulu hava møguleika at verða við í kappingunum hjá felagsskapinum Lennart Johansson, UEFA-formaður Eins og pávin, statsleiðarar, kongar og drotningar koma við sínum jóla- ella nýggjársboðskapi, kom eisini formaður í europeiska fótbóltsfelagsskapinum, UEFA, við sínum boðskapi um jólini. Lennart Johansson, sum er svii og áður hevur víst seg sum góður stuðul hjá føroyskum fótbólti, gjørdi í greinini, sum varð prentað í blaði hjá UEFA, greitt, at tað framyvir eisini verður pláss fyri teimum smáu tjóðunum í kappingunum hjá UEFA. Tað er stundum ágangur frá teimum stóru londunum um at sleppa undan at dystast við nógv veikari og smærri europeisku fótbóltstjóðirnar, men maktfulli UEFA-formaðurin vil ikki hoyra talan um hetta. - UEFA fer eisini framyvir at tryggja øllum teimum 51 europeisku fótbóltstjóðunum møguleika at luttaka í øllum kappingunum hjá UEFA, bæði fyri landslið og feløg, sigur Lennart Johansson. - Saman við miðvísa arbeiðnum hjá hvørjum einstøkum fótbóltssambandi hevur hetta verið viðvirkandi til, at støðið á europeiska fótbóltinum er nógv hækkað. Í dag eru tað ikki bert sjey ella átta sterkar fótbóltsjóðir, men heldur 15 ella 20, sum eru javnt sterkar. - Fótbóltur kennir eingi mørk, og nýggir møguleikar skulu allatíðina roynast fyri at tryggja at spælið eisini framyvir verður undirhaldandi og spennandi. HM-endaspælið í Fraklandi í summar fer at vísa øllum heiminum, at fótbóltsspælið er á rættari leið nú nýggja ártúsundið nærkast. 18. januar verður fyrsta stóra tiltakið hjá UEFA í ár, tá 49 europeisk lond (Bosnia og Andorra fyri fyrstu ferð) verða við í stóra og spennandi lutakastinum um hvussu bólkarnir til EM í ár 2000 skulu síggja út. Ólavur Waag Høgnesen >>Íslendska leiðin<< er fyrsta stigið Tað rættasta at Føroyar verða sjálvstøðugt ríki beinanvegin eins og Ísland í 1918. Tá verður talan um samstarv millum partar á jøvnum føti. Jóannes Eidesgaard, sum áður hevur víst á íslendsku avgerðina, hevur tí ein avgerandi leiklut í royndunum at finna eina breiða føroyska semju Kanska Jóannes Eidesgaard fær lýtt Poul Nyrup Rasmussen eitthvørt í oyrað? Í gjár kom danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen til landið; nógv verður orðdrigið um, hvørt tað er rættast at taka væl ímóti honum ella at venda honum baki. Kjarnin í málinum er sjálvandi ikki vitjan Nyrups í sjálvum sær, men viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark. Hendan greinin byggir á eitt sjónarmið, sum tað ikki er rúm fyri at leggja fram í hesi grein: Tað ber ikki til at stjórna Føroyum og menna tær við teimum politisku og fíggjarligu bindingum, sum vit hava til Danmark (hetta er viðgjørt nágreiniligari í grein í Sosialinum 14. sept. 1996). Royndirnar frá 1946-48 Tað er kanska ómakin vert at líta afturá, tá ið støða skal takast til, hvør ríkisrættarliga og samfelagsliga framtíðarstøða okkara eigur at vera. Eftir krígslok var flestum greitt, at ikki bar til at venda aftur til amtsstøðuna. Eftir drúgvar samráðingar millum føroyingar og danir í Keypmannahavn og eina fólkaatkvøðu fekst heimastýrisskipanin í lag. Meta vit um tað, sum hendi eftir krígslok við atliti til aktuellu støðuna, so ber í hvussu er til at gera tvinnar staðfestingar: 1.Samráðingarnar í Keypmannahavn og fólkaatkvøðan vístu, at bæði politisku flokkarnir og fólkið stóð spjatt í tjóskaparspurninginum 2.Hóast tað leysliga varð tosað um menning av Føroyum í sambandi við Heimastyrislógina, so varð ongantíð greitt staðfest politiskt, hvat hetta heimastyris-projektið gekk út uppá Tá ið føroyingar ikki kundu semjast sínamillum og heldur ikki kundu semjast við danir um, hvat politiska perspektivið við heimastyrisskipanini skuldi vera, so hevur gongdin eisini verið hareftir. Allir teir gomlu flokkarnir - Javnaðarflokkurin, Sjálvstyrisflokkurin og Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin - hava í teirra praktiska politikki stuðla uppundir eina gongd, ið hevur gjørt okkum alt meiri heft av danska statsstuðlinum. Fastari binding Ta meirorkuna, sum landskassin hevur fingið við statsstuðlinum, hana hevur tann sokallaði liberali Fólkaflokkurin brúkt til at byta út stuðul til vinnulívið. Javnaðarflokkurin hevur brúkt statsstuðulin til at innføra danskar vælferðarveitingar og -skipanir, ið bara kunnu halda fram í sama líki við framhaldandi ríkisstuðli. Og Tjóðveldisflokkurin hevur tikið undir - ikki minst gjøgnum sokallaðu §9-yvirtøkurnar - uttan samstundis at hava sannført okkum um, at hetta er í tráð við eina miðvísa fullveldisstrategi, og sama er galdandi fyri Sjálvstyrisflokkin, ið stig fyri stig hevur verið við til at knytt okkum fastari at Danmark. Nú vindist ikki meiri uppá ta snælduna! Fólkaflokkurin má síggja í eyguni, at studningsbúskapurin er ein saga blott. Politiska gongdin í sambandi við kreppuna mugu hava sannført Javnaðarflokkin um, at sokallaði ríkisfelagsskapurin er eingin trygd fyri einum donskum vælferðarstøði. Sjálvstyrisflokkurin má vera komin eftir, at 'stig fyri stig'-politikkurin eru stig aftur eftir hæli. Og Tjóðveldisflokkurin sleppur ikki undan at svara spurninginum 'Sjálvstøðugt ríki og hvat so?'. Breiða føroyska semju um 'íslendska loysn' Stutt sagt: Nú er enn eina ferð komið hartil, at hesir flokkar greitt taka støðu til spurningin um okkara ríkisrættarligu støðu. Læran frá 1946-1948 er, at føroyingar mugu hava eina breiða felagsstøðu til spurningin, og at endamálið við eini avkláring millum Føroyar og Danmark má vera greitt. Eftir mínum tykki, so er greiðasta leiðin ein breið politisk og prinsipiell semja og avgerð um, at Føroyar so at siga beinanvegin verða eitt sjálvstøðugt ríki; hetta er leiðin, íslendingar valdu í 1918. Við øðrum orðum: Tað skal vera staðfest longu frá byrjan, at endamálið við politisku avkláringini millum Føroyar og Danmark eru einar ríkisrættarliga suverenar Føroyar, har alt politiskt vald frá byrjan skal vera í Føroyum uttan so at føroyskur myndugleiki hevur lagt tað aðrastaðni! Alt tos um eina 'sjálvstyrislóg, ið røkkur líka at loysingini' o.l. er bert við til at grugga eina politiska loysn: Tað ber í sær eina vanda fyri, at vit enn eina ferð enda í eini fløkjuni um, hvør myndugleiki hevur førleika til hvat. Og vandan fyri einum fullkomuliga vanskeplaðum orðaskifti - í Føroyum og í Danmark - um ábyrgdarplasering, har nógv politisk orka verða brúktar uppá at fokusera uppá leiklutin hjá dønum og minni uppá at taka í egnan barm. Og vandanum fyri, at føroysk og donsk áhugamál draga hvør sín veg, so danir røkja síni egnu heldur enn okkara. O.s.frv. O.s.frv. Og eg eri púra sannførdur um, at uppskot Javnaðarfloksins um eina sjálvstyrislóg endar í eini blindgøtu, har flokkurin kemur at renna seg í størri og størri fløkjur, tess meiri hann roynir at konkretisera útkastið. Javnaðaflokkurin í lyklastøðu Eftir mínum tykki er tað púra greitt, at eitt sjálvstøðugt ríki er einasta gongda leið; tað, sum flokkarnir tískil skulu leggja orku í, er heldur spurningurin um hvussu skift verður frá sambandi til sjálvstøðugt ríki og hvussu vit innrætta okkum í einum sjálvstøðugum ríki. Tað er greitt, at eftirsum føroyski búskapurin gjøgnum áratíggju er lagaður eftir hesum, at ein árlig veiting kemur úr Danmark, so ber ikki til at kvetta á stokkinum og broyta hesi viðurskifti frá degi til dags. Ein skiftistíð má til og ein skiftisloysn, har føroyski búskapurin - tann almenni og privati - verður lagaður til broyttu fortreytirnar. Hvat skal til fyri at røkka eini slíkari semju? Tað er greitt, at Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og helst eisini Sjálvstyrisflokkurin taka undir við eini avgerð um at Føroyar verða sjálvstøðugt ríki. Men hvussu við Javnaðarflokkinum? Tað er einki prinsipielt er til hindurs fyri, at hann tekur støðu fyri, at Føroyar verða sjálvstøðugt ríki. Heldur tvørturímóti, og floksformaðurin hevur eisini víst á íslendsku avgerðina í 1918! Javnaðarflokkurin hevur altíð lagt dent á, at sjálvstyri er einki mál í sær sjálvum, men at tað avgerandi eru møguleikarnir at búleikast í samfelagnum. Sostatt er 'ríkisfelagsskapur' ella samband heldur einki mál í sær sjálvum. Bæði Nyrup og Jóannes leggja javnan doyin á, at ríkið er eitt samstarv millum partar á jøvnum føti. Tí hevði tað verið heilt konsekvent at samstarvið umfataði tvey (ella try) fullveldi, har viðurskiftini teirra millum ikki vórðu ásett í einari heimastyris- ella sjálvstyrislóg, sum gevur Danmark serstøðu, men heldur grundað á politiskar avtalur millum ríkini. Tað er eingin logisk fortreyt fyri fíggjarligum ella øðrum stuðli úr Danmark, at vit skulu vera partur av danska ríkinum. Tí er verður hetta eisini ein samráðingarspurningur, har tað fyri Javnaðarflokkin ræður um at sannføra danir (og føroysku flokkarnar) um, at tað er skilagott at stuðla menningini av føroyska samfelagnum við eini ávísari upphædd (og skal tað endiliga vera, so kann danskur 'menningarstuðul' brúkast nógv meiri konstruktivt enn skipanin, sum nú er). Loysing og hvat so? Fólkaflokkurin hevur svarað 'kapitalisering av blokkinum' og Tjóðveldisflokkurin hevur svarað 'blokkin fyri uttanlandsskuld'. Slíkar slagorðsloysnir eru sjáldan álitisvekjandi einsamallar, og fólk krevja óivað eitt greiðari svar uppá spurningin um gongdina 'her frá' og 'har til'. Ein triði møguleiki kundi verið ein stigvís minking av danska stuðlinum yvir eitt áramál. Saman um tikið: Eftirsum fullkomin loysing av politisku bindingunum til Danmark er ein fortreyt fyri at menna hetta samfelagið politiskt, búskaparliga, sosialt og mentannarliga, so má Javnaðarflokkurin taka støðu fyri Føroyum sum sjálvstøðugt ríki, og Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin eins og hinir flokkarnir mugu fara í aktivan dialog við Javnaðarflokkin á hesum grundarlag og konkretisera skiftis- og framtíðarloysnina. Hon skal eisini umfata politisku viðurskifti okkara við Danmark framyvir (skulu vit hava okkurt slag av unión við Danmark ella hvat?) Hvat pláss hevur so Danmark í øllum hesum? Tað er greitt, at við einum sambandi, ið formliga røkkur aftur til 1380 og reelt í hvussu er aftur til umleið 1600, so er tað einki meiri enn sjálvsagt, at Danmark kennir eina ávísa politiska skyldu til at lynna undir eina føroyska eginmenning innan politiskar karmar, sum føroyingar sjálvir ynskja. Og fólkarættarliga hevur Danmark eisini pliktað seg til tað, eftirsum Danmark hevur ratifiserað ST-yvirlysingina frá 1945 viðvíkjandi londum, ið ikki hava sjálvræði. Tað er sjálvsagt, at einar sjálvstøðugar Føroyar ikki fara at isolera seg, men tvørturímóti noyðast at samstarva við onnur fræls lond á ymiskum økjum: Um uttanríkispolitikk, um atgongd til hægri útbúgvingar og til sjúkrahús, um marknaðaratgongd etc. Av søguligum grundum verður Danmark eitt tað fremsta av hesum samstarvslondum. Akkurát hvat slag av samstarvi og hvørjar møguligar sersømdir, talan verður um, tað mugu flokkarnir gera sær greitt og leggja fram fyri okkum og fyri danir (ella norðmenn ella íslendingar ella ...) Hvat sigur Nyrup? Aftur til Nyrup-vitjanina. Alt tos við Nyrup er og verður prát, so leingi føroyingar ikki hava eina felags støðu í spurninginum um okkara ríkisrættarligu støðu. Tí hevði tað verið ein góð byrjan, at føroysku flokkarnir høvdu havt sett seg saman fyrst og vitað, um teir høvdu nakað at siga hvørjum øðrum, áðrenn teir tóku støðu til, um teir høvdu nakað at siga Nyrup ... Bæði tað sjónarmið at vilja hitta Nyrup og at lata vera hava góðar grundir fyri sær; men tað, sum er hugvekjandi, er hetta, at vit liva í einum landi, har fólkið og politikkarar ivast í, um tey skulu hitta sín egna ríkisleiðara! Tá ið Nyrup er komin og farin, so man vera upp á høgu tíð, at føroysku flokkarnir uttan fyri Sambandsflokkin sessast við sama borð at avklára, hvussu hetta kann bera til og hvussu tað kann broytast. Halda fram kann tað so ikki! Og byrjanin til eina slíkan fund millum føroysku flokkarnar skuldi verið so uppløgd: Eftirsum formaðurin í Javnaðarflokkinum fer á fund við Nyrup, og eftirsum Nyrup bara vil okkum tað besta, so kundi Jóannes hóskandi spurt Nyrup, um fortreytin fyri fíggjarligum stuðli til Føroyar er, at Føroyar partú skulu vera partur av danska ríkinum; síðani kundi hann kunnað hinar um svarið hjá Nyrup. Verður svarið antin eitt greitt ja ella eitt greitt nei, so eru vit komin eitt avgerandi stig víðari! Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo ELLEMAN HELDUR SEG EIGA FØROYAR OG GRØNLAND ­ Uffe Elleman-Jensen hevur higartil hildið Føroyar og Grønland verið hansara persónliga territorinum óansæð, hvønn forsætisráðharra, vit hava havt. ­ Kanska er tað tað, ið nívur hann. Hann vil hava tað at síggja út sum um Nyrup er bangin fyri at fara til Føroyar, staðfestir blaðið Aktuelt í hvassorðaðari oddagreinini í gjár, sum eisini gevur teimum fimm boykottandi føroysku flokkunum av grovfílini Danska blaðið Aktuelt leggur í oddagrein í gjár ikki fingrarnar ímillum, hvat blaðið heldur um føroysku politikararnar, sum boykotta vitjanina hjá Nyrup. Blaðið vísir eisini á tað, sum Uffe Elleman-Jensen hevur sagt um klossutu framferðina hjá Nyrup. Blaðið heldur, at tað hinvegin er Elleman sjálvur, sum ber seg ábyrgdarleyst og óforsvarliga at. Blaðið heldur, at hóast stríð - bæði um kjarnorkuvápn í Grønlandi og bankamálið í Føroyum, so eiga politikarar at vera so mikið búnir, at teir kunnu tosa saman. Eisini vísir blaðið á, at líka so nátúrlig sum sjálvstýristrongdin hjá føroyingum og grønlendingum er, eins neyðug eru búskaparligu bondini við Danmark fyribils. Um 10 dagar verður tann 2500 síður stóra bankakanningin almannakunngjørd. Hetta mál byrjaði undir borgarligu stjórnini í 1992, vísir blaðið á. Og longu áðrenn bankakannigin fór í gongd, elvdi málið til vreiði frá føroyskari síðu móti Danmark, staðfestir blaðið. ­ At tey lesandi á Fróðskaparsetrinum boykotta Nyrup, er teirra søk. Men at fimm av politisku flokkunum í Løgtinginum ikki á demokratiskan hátt tora at siga sína hugsan við Nyrup, men heldur krógva seg burtur, tað er bæði ótolandi og pínligt, heldur blaðið. ­ Slíkt ber boð um óbúnar politikarar, og ikki um mót og vilja til at stýra Føroyum á sjálvstøðugum grundarlag. Blaðið vísir eisini á, at Edmund Joensen hevur roynt at sissa floksfelagan Uffe Elleman-Jensen, uttan at tað hevur hjálpt, tí Elleman hevur mælt Nyrup til at avlýsa ferðina. Aktuelt hevur síni greiðu boð til Elleman og teir fimm boykottandi føroysku flokkarnar: ­ Ríksifelagsskapurin er ov týdningarmikil til at verða misnýttur politiskt. Eru tit ósamd, so mugu tit kjakast um málini á demokratiskan hátt. ­ Hvat er galið við tí, at forsætisráðharrin fer til Føroya til ein langtsíðani planlagdan ríkisfund og nýtir høvi - innan bankakanningina - at lurta eftir hvat føroyingar halda, áðrenn hann skal taka støðu til, hvussu bankakanningin skal viðgerast víðari. Tað er faktiskt góður skikkur at døma støðuna á staðnum - heldur enn frá skrivaraborðinum í forsætiskmálaráðnum, heldur blaðið. ­ Uffe Elleman-Jensen hevur higartil hildið Føroyar og Grønland verði hansara persónliga territorinum óansæð, hvønn forsætisráðharra, vit hava havt. ­ Kanska er tað tað, ið nívur hann. Hann vil hava tað at síggja út sum um Nyrup er bangin fyri at fara til Føroyar, staðfestir blaðið Aktuelt í oddagreinini í gjár. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: ELLEMAN HÓTTIR NYRUP Tað er týðuligt, at bankakanningin og Føroyamálið verður brúkt sum upphiting millum oddafiskarnar í donskum politikki, nú fólkatingsval er í eygsjón Uffe Elleman-Jensen, formaður í danska Vinstraflokkinum hevur sína egnu heimasíðu á internetinum. Hvørja viku leggur hann sítt egna elektronsiska vikubræv út, har hann ber fram síni sjónarmið um dagsins viðurskifti. Og í fyrstu útgávuni av hesum vikubrævi í ár er hann ikki mjúkur í orðum við forsætisráðharran. ­ Hóast Nyrup kanska megnar at krúpa undan, nú hann er í Føroyum, so gongur tað ikki, tá bankakanningin er almannakunngjørd. Tá skulu vit hava svar upp á allar spurningarnar, hann higartil hevur hopað undan: Hvat visti hann um støðuna? Nær visti hann tað? Hvør segði hvat - og hví ikki? Fólkatingsval verður í seinasta lagi í september í árŠ Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Danskir fjølmiðlar í morgun: ­ RÍKISFELAGSSKAPURIN KNIRKAR Ríkisfundurin í kvøld millum danska forsætisráðharrin, grønlendksa landsstýrisformannin og Føroya Løgmann hevur stóran áhuga í donsku fjølmiðlunum Jyllandsposturin ger nógv burtur úr málinum í útgávuni í morgun. Blaðið vísir á stríðið millum andstøðuleiðaran í Danmark, Uffe Elleman-Jensen og forsætisráðharran, Poul Nyrup Rasmussen um, hvør skaðar ríkisfelagsskapin meira, Nyrup, sum kemur til Føroya beint undan at bankakanningin verður almannakunngjørd, ella Elleman, sum er lagdur undir at misnýta støðuna í stríði sínum fyri at gerast forsætisráðharri. ­ Rískisfelagsskapurin knirkar, men at siga, at hann er í vanda er at nýta ov stór orð, sigur serfrøðingur í føroyskum viðurskiftum, blaðið hevur tosað við. ­ Málið lendur bleytt - líka mikið, hvussu úrslitið av bankakanningini verður. Verður rapportin kritisk mótvegis donsku stjórnini, fer hon at gera alt fyri at slætta sjógvin, sigur Søren Bo Nielsen, sum er granskigarprofessari og senturleiðari við Handilsháskúlan í Keypmannahavn, sum til í vár var limur í ráðgevandi nevndini hjá forsætisráðharranum við Jyllands-Postin. Báðir hesir serfrøðingarnir halda, at føroyingar heldur ikki fara at loypa framav, men at alt fellur stillisliga upp á pláss. Hóast ikki roknað verður við, at føroyingar við bankakanningini fara at krevja loysing her og nú, so staðfestir blaðið, at sjálvt tann dansktsinnaði Sambandsflokkurin eisini er farin at tosa um størri føroyskt sjálvræði. ­ Kanska okkurt í bankakanningini fer at siga okkum, at heimastýrislógin skal endurskoðast - og kann tað eitt nú snúgva seg um samskifti á einum meira formellum grundarlagi, sigur Bjørn á Heygum við blaðið. Blaðið staðfestir eisini, at onnur halda, at bankakanningin kann gevu summum høvi at pilka við ríkisfelagsskapin. ­ Málið hevur fingið stóra umtalu í fjølmiðlunum í mun til tann búskaparliga týdningin, sum málið hevur. Føroyar stríðast við eina skuld upp á seks milliardir krónur. Bankamálið hevur av summum verið brúkt sum jarnbrot til størri sjálvstýri. Um hetta er serliga reelt, veit eg ikki nú, tí fyrr ella seinni mugu eisini hesir føroyingar hugsa um, hvussu teir so skulu klára seg, sigur formaðurin í ráðgevandi nevndini, Arne Larsen við Jyllands-Postin. Bæði CD og SF kravdu í gjár, at forsætisráðharrin skjótast gjørligum aftur má fara til Føroyar og verja seg, um bankakanningin vísir seg at vera tyngjandi. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Jóanes N. Dalsgaard Seinasti guvernørurin skammast Viðmerking til útsøgn hjá løgmanni í donskum sjónvarpi. Viðmerking til útsøgn hjá løgmanni í donskum sjónvarpi. Mánakvøldið 05. januar 1998 sást Føroya løgmaður, Edmund Joensen, í donskum sjónvarpi. Hetta var í sambandi við at danski forsætisráharrin skal til Føroya á vitjan. Vit, sum hava fylgt við í donskum fjølmiðlum seinastu dagarnar, hava skilt, at stórur partur av løgtingslimunum hava takka nei til at hitta forsætisráðharran. Ivaleyst er ymiskt hvat fólk halda um tílíkar demonstratiónir, og helst er hetta ein orsøkin til at summir løgtingslimir hava takka ja til at koma á fund við forsætisráðharran. Men soleiðis er demokratii: Ymsar hugsanir møtast, stríð standa og tá krútroykurin lættir, ber til at síggja nýggju støðuna á hugsjónarliga vígvøllinum. Á henda hátt eru øll vesturlendskt samfeløg vorðin til. Spurdur hvørt hann var foyur um avgerðina hjá løgtingslimum, sum ikki ætlaðu sær á fund við Nyrup Rasmussen svaraði Føroya løgmaður Edmund Joensen, at tað var hann. Hann segði seg skammast atburðin hjá løgtingslimunum, og hann dróg saman um við uppgávurødd, at >>sådan er politik her på Færøerne<<. Fyri knappliga hundrað árum síðani stóð ein nývaldur Sambandsmaður á røðarapalli í danska ríkisdegnum og lovaðaði dønum av hjarta, at >>vi færinger føler os ganske som danske<<. Í 1998 boðar ein annar Sambandsmaður, Føroya løgmaður Edmund Joensen, at hann skammast sítt fólk, og atburð tess. Hetta boðar hann í størsta danska fjølmiðlinum, >>TV-avisen<< hjá Danmarks Radio, og hann dregur saman um, at fólk hansara dugir ikki at bera seg at. Hugsi at Føroya løgmaður, Edmund Joensen hevur lisið uppá demokratii, sum ein ávísur lesur Halgubók. Eg helt í hvussu var, at tað var fólkið, sum setti leiðaran at tæna sær. Men um Edmund Joensen heldur tað hanga øðrvísi saman, hví fer hann so ikki út og finnir sær eitt betri fólk at stýra? Men kanska er hann føddur hálva øld ov seint. Koloniirnar eru flestar burtur, so skal hann spæla danskur guvernørur nú á gáttini til 21. øld, so er kanska líka frægt hjá honum at hann roynir hetta í Føroyum. Vónandi lata føroyingar sær ikki lynda. Keypmannahavn 05.01.1998 Stórur áhugi fyri grindafundi Stóri áhugin fyri grindaformansvalinum í Havn mánakvøldið, merkti tó ikki, at menn vóru ónøgdir. Allir formenninir vórðu afturvaldir Einir 300 mans møttu á fundi, tá grindaformenn skuldu veljast fyri grindaøkið í Suðurstreymi, sum umfatar Havnar, Kirkjubíggjar- Hests- og Nólsoyar Kommunur. Fýra formenn og tveir eykaformenn eru í økinum. Tríggir formenn og ein eykamaður í Havn, ein formaður í Nólsoy og ein eykaformaður í Kirkjubø. Og allir vórðu afturvaldir við lógvabrestum, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn. Ymisk evni, umframt valið, vóru uppi á fundinum. Tosað var millum annað um uppskriving aftan á grindadráp í Sandágerði og um skaðar. Tað vísir seg ofta, sigur Leivur Hansen, at skaðarnir henda eftir, at sjálvt drápið er liðugt. Tá menn fara at skriva seg upp. Tá eru nógvir ov bráðir, og í troðkanini, sum ofta verður, fáa bátar skaða. Annars er okkurt sum bendir á, sigur Leivur Hansen, at ikki allir hava skilt rættiliga, hvussu uppskrivingin eigur at gerast. Tað eru ikki grindaformenninir, sum skriva upp. Tað ger fólk frá Býráðnum og Sýsluskrivstovuni. Hetta verður vanliga gjørt umborð á Pressaranum hjá Skipasmiðjuni, sum ofta liggur við reyðu boyuna fyri Álakeri. Og tað er bara har, bátarnir eiga at venda sær eftir drápið, sigur Leivur Hansen. Annars eru menn samdir um, at hvalvágin í Sandagerði er frálík. Hans Holm skrivar: Í dag: Albanar Eitt av teimum fólkasløgum, ið við passandi millumrúmum verður umrøtt í fjølmiðlum, er albanska fólkaslagið. Eitt av teimum fólkasløgum, ið við passandi millumrúmum verður umrøtt í fjølmiðlum, er albanska fólkaslagið. Sum kunnugt er hetta eitt av fólkasløgum á Balkanhálvoynni. Har, vita vit, eru nógv onnur fólkasløg, og tað vanliga er, at nógv búgva í sama landi ­ í gamla Jugoslavia funnust til dømis umleið 40 ymisk fólkasløg. Albanar hava eitt land ­ Albania ­ men í mun til flestu fólkasløgini á Balkan er teirra støða serlig við tað, at yvir ein triðingur av heimsins albanum býr uttan fyri Albania, fyrst og fremst í grannalondunum Serbia og Makedonia. Kommunistiska Jugoslavia var ein sambandsstatur samansettur av lýðveldunum Slovenia, Kroatia, Bosnia-Hercegovina, Montenegro, Makedonia og Serbia, sum hevði ta serligu støðu at hava tvey sjálvstýrandi øki innan fyri sítt umráði: Vojvodina norðanfyri og Kosova fyri sunnan; alt hetta komst av tjóðskaparligum orsøkum, tí at í Vojvodina var stórur partur av fólkinum ikki serbar, men t.d. ungarar (400.000 - kenda tenniskvinnan Monika Seles er ein av teimum), tjekkar, ukrainar, rumenar og aðrir, og í Kosova var og er 90% av fólkinum albanar. Tá ið Kommunistjugoslavia datt sundur, gjørdist hvørt av hesum lýðveldunum sjálvstøðug lond, tó blivu Montenegro og Serbia saman undir heitinum Jugoslavia, men tað politiskt týdningarmesta í okkara samanhangi, sum hendi, var tað, at Vojvodina og Kosova misti sítt sjálvstýri og vórðu eftir boðum frá Milosevic, serbiska forsetanum, innlimað í Serbia sum ein og hvør annar serbiskur provinsur ­ uttan serlig tjóðskaparlig rættindi, og t.d. skuldu albanar ikki longur hava albanskt í skúlanum, og øll undirvísing ­ líka frá fólkaskúlanum og til universitetini ­ skuldi vera á serbiskum. Tann, sum ikki vildi lata sær hetta lynda, varð vístur burtur frá undirvísingini. Fylgjan hevur verið, at albanskt mælt børn og lesandi ikki hava fingið almenna undirvísing, og sum dømi kann nevnast, at 23.000 studentar við albanskum sum móðurmáli ikki eru slopnir inn á universitetið í Pristina, høvuðsstaðnum í Kosova, síðan 1990. Hóast hetta hava teir kunnað hildið fram við síni útbúgving, tí at teirra uml. 1.000 albanskttalandi lærarar, sum vegna málstríðið er uppsagdir, hava undirvíst á skrivstovum, í privatum heimum, ja enntá í úthúsum, stórt sæð fyri onki. Og tað sama er hent í barnaskúlunum, ja stórt sæð við allari undirvísing. Hetta slagið av passivari mótstøðu hava albanar í Kosova verið samdir um. Undir leiðslu av Ibrahim Rugova, sum teir rópa forseta (hann er fólkavaldur av albanum), varð í 1990 skipað fyri fólkaatkvøðu um sjálvstýri. Henda fólkaatkvøðan gav risastóran meiriluta fyri sjálvstýri, men tað kundu makthavararnir í Beograd ikki taka sær av, og aftursvar teirra hevur verið lurkar, táragass og skotvápn. So seint sum nú um høgtíðina vórðu 2000 albanskir studentar, sum skipaðu fyri mótælisgongu í Pristina, avbukaðir av serbiska politinum. Heimurin uttan um letur lítið við seg koma, og tað er týðiligt, at fleiri og fleiri Kosovaalbanar, sum higartil hava gingið inn fyri friðarligum politiskum loysnum, kenna seg vónsviknar, tí tað kemur teimum fyri, at ongi framstig verða gjørd. Í seinastuni eru hend fleiri álop á serbiskar løgreglumenn og hermenn í Kosova, og undan kavi er komin ein felagsskapur, ið kallar seg Frælsisher Kosova, og hesin hevur sagt seg hava framt álopini. Hetta týðir so uppá, at fólk eru vorðin troytt av friðarligum politikki, og at áhugin fyri at gera nakað hernaðarliga veksur. Hetta er so mikið meira vandamikið, tí at albanar í Makedonia, har teir eru triðingurin til helvtin av samlaða fólkatalinum (neyv tøl eru ómøgulig at fáa), hava eisini trupult við at fáa viðurkent síni tjóðskaparrættindi. Og vápn tróta ikki í økinum. Ein stórur partur av teimum vápnum, sum fólk tóku sær á herstøðunum, tá ið politiski ruðuleikin valdaði í Albania, eru ongantíð komin aftur í aftur. Hvagar tey kunnu vera farin, skal ikki stórur fantasiur til at ímynda sær. So verður ikki skjótt okkurt gjørt frá altjóða myndugleikum, kunnu vit lættliga koma at uppliva eitt kríggj, sum ikki verður mætari enn tað í Bosnia-Hercegovina. Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Nyrup er verri enn Hitler Á mótmælisfundi, sum Fólkaítakið fyri tjóðfundi skipaði fyri í Gamla Kommunuskúlagarðinum í Havn á trettanda, bar Zacharias Wang donsku stjórnina saman við nasistarnar, tá teir løgdu Noreg undir seg og segði, at Nyrup var verri enn Hitler Tað var ikki lukkuligt, sum fyrisprákarin fyri Fólkaítakinum fyri tjóðfundi fór við donsku stjórnini og serliga forsætisráðharranum, tá knappliga 200 fólk vóru savnaði til fundar í Havn á trettanda. Eins og Hitler, ið móti fólkarættinum, lat Quisling stýra Noreg við týskum pengum og vápnum, hava tey kommunalu stýrini í >>ríki okkara<< bert valdið, tí at danska hermegin og danski ríkiskassin stuðla teimum, segði Zacharias Wang . >>Væl var Hitler ringur. Men hann dittaði sær tó ikki til at koma til Quisling at gjara út fyri norska fólkinum. So vit noyðast heilt einfalt at ásanna, at Nyrup er verri enn Hitler,<< segði Zacharias Wang. Zacharias Wang segði millum annað, at Poul Nyrup Rasmussen kom til Føroya sum ein yvirmaður at kanna eftir, um kommunustýrisformenn hansara duga nóg væl at lýða hansara harraboð. Við donskum pengum verða allar føroyskar verkætlanir hildnar niðri, segði Zacharias Wang. Á hendan hátt heldur Nyrup okkum gangandi niðri í tí neyðardíki, hann vil hava okkum. Tað kemur týðuliga til sjóndar í tí, at meðan land okkara undir heimastýri og blokki ikki klárar seg, klára landsmenn okkara, sum hava smoykt okið av sær og hava fingið arbeiði uttanlands, seg óføra væl, bara teir sleppa til arbeiðis. Flogvøllur og fast samband Verður útbyggingin av Vága floghavn steðgað, samstundis sum fasta sambandið er vorðið ein politiskur glantrileikur, spyr Frank Davidsen Er tað ikki uppá tíðina, at tikið verður til orðanna, nú okkara politisku mótstøðumenn við vilja draga tíðina út eins og málið um fasta sambandið fullkomiliga er farið av sporinum. Fyri skjótt hálvum triðja ári síðani tók løgmaður fyri opnari mikrofon eina støðu, sum betur enn nakað annað gav vágafólki eitt rættuligt varskó, hvat var í væntu fyri Vága Valdømi, um hansara politiski vilji varð gjørdur til veruleika. Hetta hendi bert fáar dagar eftir ta syndarligu vanlukku, sum hendi í Selvík, har Føroya løgmaður kolldømdi Vága Floghavn áðrenn nøkur sum helst kanning var gjørd um orsøkina til hesa so syndarligu vanlukku, í sama andadrátti mælti løgmaður til, at vit ongantíð ov skjótt fóru undir at byggja nýggjan flogvøll, t.d. á Glyvursnesi. Tá var ikki neyðugt hjá okkara fjølmiðlum at bíða í vikur og mánaðir at fáa orð á løgmann, eins og tað var honum til lítlan sóma, at hann sum landsins hægst kosni maður sýndi teimum, sum eftir sótu, so lítla virðing og als onga sum helst samkenslu. Øll, sum bara hava fylgt eitt sindur við í politikki, vita, at teir sum politiskt vilja steðga fasta sambandinum um Vestmannasund, eisini politiskt í nógv ár hava arbeitt fyri at niðurleggja Vága Floghavn, tí er tað fyri teir av heilt avgerandi týdningi, at tað fasta sambandið um Vestmannasund fyri ein og hvønn prís skal steðgast. So síðani løgmaður í augst mánaði 1996 misbrúkti eina vanlukku til at vísa sín politiska illvilja ímóti Vága Valdømi, havi eg verið fullvísur í, at so skjótt tað fasta sambandið kom fram aftur, so kom hansara spjaldrarmerki av politiskum illvilja at standa líka rimmarfast, sum tá ið hann uppá forhond kolldømdi Vága Floghavn. Eftirtíðin hevur tíverri staðfest, at so var, men fyri at fáa fullkomiligt tamarhald at steðga bæði útbygging av Vága Floghavn, einsoog hann heilt bevíst hevur saboterað allar loysnir um at fáa eina virðiliga loysn á tí fasta sambandinum um Vestmannasund, so var eingin betri møguleiki, sum til fulnar kundi geva honum jarnbrotið at knústa flogvøllin og fasta sambandið, enn at koyra Sámal Petur í Grund frá sum landsstýrismann. So ístaðin fyri at Vága Valdømi í Sámal Peturi í Grund hevði ein virðiligan talsmann, ikki bara fyri tí fasta sambandinum, men so sanniliga eisini viðvíkjandi flogvøllinum, fingu vit ein løgmann, sum við stýrisskipanarlógini sum vápn, nærum hevur gjørt seg sjálvan til ein løgmann í valdsmisnýtslu. Sostatt sigur fremsti politiski fíggindi Vága Valdømis við teimum málsøkjum, sum eru heilt avgerandi fyri um Vágarnar fara inn í komandi øld sum ein framburðsoyggj, nýttar at meginøkinum, ella ein oyggj, um sitandi løgmaður fær sín vilja, sum frá einum degi til annan verður bombað ártíggir aftur í tíðina, uttan nakran møguleika fyri einum framburði, ið vágafólk hava barst fyri. Frá at vera løgd fram sum ein verkætlan uttan at politikkur var uppií, har alt oyggjarfólkið stóð sum ein maður, sóu øll tey politisku valfeløgini í Vágum seg noyddan at koma við eini yvirlýsing, tí fyrst og fremst Føroya løgmaður hevði framprovokerað eina støðu, sum gjørdi málið politiskt. Spurningurin, eg og helst mong við mær seta sær sjálvum, er ikki um hvussu nógvar milliónir verða settar av, ella fyri tann skuld í grunn, men heldur hvør støðan hjá eini møguligari samgongu eftir løgtingsvalið er viðvíkjandi flogvøllinum og tí fasta sambandinum, tí sum fyrr sagt so eru hesi bæði málini sera nær tengd at hvørjum øðrum. Herfyri var formaður valfelag Fólkafloksin í Vágum í Sjónvarpi Føroya, har hann segði seg vita, at løgmaður arbeiddi við eini fjaldari ætlan, ið skuldi steðga verkætlanini viðvíkjandi fasta sambandinum um Vestmannasund. Er tað veruliga so, at arbeitt verður aftan fyri leikpallin soleiðis, at als einki skal henda framyvir við víðari útbygging av Vága Floghavn, eins og tann peningur, sum verður játtaður til fasta sambandið, bara verður játtaður uppá kvamsvís fyri at fáa vágafólk rurað í blund, soleiðis at tey skulu halda væl standa til, tað vil tíðin vísa, livst so spyrst. Frank Davidsen Fólkaflokkurin eigur Nyrup Fólkaflokkurin hevur meira álit á løgmanni enn sær sjálvum, og tí hava teir latið tað upp í hansara hendur at tosa við forsætisráðharran. Tað eru berar lótir, tá teir nú knappliga spæla sjálvstýrismenn, heldur Heini O. Heinesen Tað er eingin grund hjá okkum at fara at hitta Poul Nyrup, tá Folkaflokslandsstýrið hevur latið løgmanni einsamøllum tað upp í hendur, heldur Heini O. Heinesen, formaður Tjóðveldisfloksins á Tingi. Hann heldur tað vera løgið, at Fólksflokkurin, sum sambært Heina er heitari fyri ríkisfelagsskapinum enn sjálvt Sambandsflokkurin, nú skal skáka sær undan. Heini sigur, at hann bert tosar fyri seg sjálvan, men hann væntar kortini ikki, at hinir tjóðveldismenninir á Tingi vilja hitta Nyrup. Tað hevur Tjóðveldisflokkurin snøgt sagt onga grund til, sigur hann. Tað er landsstýrið, sum eigur hasa vitjanina, og tað kunnu teir so avgreiða sjálvir, heldur Heini. Heini O. Heinesen heldur tað vera provokerandi av Nyrup at koma higar nú. >>Umstøðurnar eru ikki til tað,<< sigur Heini. Og Fólkafloksmenn tykjast meina tað í álvara, tá teir siga, at teir ikki vilja hitta Nyrup. Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður var ikki í Tinganesi í gjár. Hann var á Viðareiði, og tað ætlar hann eisini at verða í dag. Anfinn Kallsberg sigur í viðmerking, at hann hevur onga almenna dagsskrá sæð fyri nakran fund við Landsstýrið, hóast skáin fyri forsætisráðharravitjanina sigur, at fundur skal verða við Landsstýrið í dag. >>Eg eri troyttur av øllum hesum fjaldu dagsskráunum,<< sigur hann og leggur afturat, at tá bankakanningin er komin, og kallað verður inn til fund við almennari dagsskrá, skal hann nokk møta. >>Eg havi spurt løgmann eftir dagsskránni fyri handan fundin, og hann svaraði, at har var eingin. So havi eg ikki meira at siga um tað,<< sigur Anfinn Kallsberg. Helena Dam á Neystabø, formaður Sjálvsstýrisfloksins var uttanlands, tá Sosialurin royndi at hitta hana í gjár, men var væntandi aftur við sama flogfari sum Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri. Sama var við Bjarna Djurholm, sum eisini hevur verið rættiliga avgjørdur í síni støðu til málið. Motzfeldt hevur ein trupulleika Orsakað av at frágreiðingini hjá bankakanningarnevndini ,sum kemur í næstum, so ljóðar tað, sum er ríkisfundurin bert millum føroyska og danska leiðaran. Men grønlendski leiðarin, Jonathan Motzfeldt, er eisini við. Tað hevur mest verið tosað um, at Poul Nyrup Rasmussen kemur á vitjan í Føroyum. Tað er eisini skilligt, nú so stutt tíð er eftir, til frágreiðingin frá bankakanningarnevndini verður almannakunngjørd. Men við á ríkisfundinum verður eisini grønlendski leiðarin, Jonathan Motzfeldt. Onki er at ivast í, at hann kennir møguleika fyri at ríkisfundurin druknar í føroysku bankakanningini. Við danska blaðið Akutelt sigur hann: - Hesin fundurin hevur nógv størri týdning, enn málið um føroyska bankan. Tað málið skal ikki oyðileggja henda fundin. Men, sum Aktuelt skrivar víðari, so veit Motzfeldt, at henda greiða støða ikki verður so løtt at halda fast við, tá til stykkis kemur. - Blaðið skrivar víðari at í Føroyum upptekur bankakanningin øll sinnini, og at bankakanningin kann enda sum eitt vandamál í donskum politikki. Motzfeldt í trupulleikum Jonathan Motzfeldt hevur annars sjálvur fingið trupulleikar at dragast við. Tá Margretha drotning beyð til nýggjársborðhald, á slottinum hjá Chr. VII, møtti hann ikki. Bíðað varð góða løtu eftir grønlendska leiðaranum, men líka lítið hjálpti. Har kom ongin maður. Ekstra Blaðið ger, sum vera man, søguna til eina gølu, og sagt verður millum annað, at Motzfeldt ikki í framtíðini nýtist at hugsa um, at hann skal til Keypmannahavnar nýggjársdag, at eta saman við drotningini, tí hann verður nokk ikki boðin við framyvir. Hvat er hent, er ikki vist, men siðameistarin hjá Margrethu drotning, Cristian Eugen-Olsen, sigur, at tey hava sent innbjóðingina til Grønlands, og at tey hava fingið váttan um, at hon er móttikin. Hinvegin verður sagt úr Grønlandi, at tey hava sent avboð vegna Jonathan Motzfeldt, men avboðini eru so ikki komin vegin fram. Her stendur orð móti orði. Hvussu er og ikki, so hevur Jonathan Motzfeldt valt at verða í Grønlandi í sambandi við nýggjársrøðu sína. Men av tí at hon var upptikin 29. desember, so heldur Ekstra Blaðið ikki, at tað kann brúkast sum undanførsla. Undirsáttar Í oddagreinini leygardagin, skrivar Ekstra Blaðið, at orsøkin til, at Jonathan Motzfeldt ikki kom, er ein heilt onnur. Hann vil heilt einfalt ikki verða mettur sum undirsáttur sum Nyrup og allir hinir forfeingiligu hanarnir og hønurnar. Motzfeldt vil ikki verða leikari í hesi láturligu framførslu. Hann er grønlendingur, frælsur og demokratiskt valdur og ikki statistur í einum einaræðisleiki. Um tað nú er so, sum blaðið skrivar, skulu vit ikki taka støðu til, men vit kunnu leggja afturat, at okkara løgmaður, Edmund Joensen, var til staðar í Keypmannahavn, nýggjársdag Hóast hesa politisku-royalu gøluna, so er onki at ivast í, at Motzfelt verður eins vælkomin til Danmarkar í framtíðini, og hann hevur verið fyrr, hóast Ekstra Blaðið ivast. Nyrup er sjálvandi vælkomin Tað verður einki serligt hóvasták gjørt burtur úr, hóast danski forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisformaðurin koma á vitjan, sigur stjórin á Hotel Hafnia Tað skal eingin ivi vera um, at á Hotel Hafnia verður Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, væl móttikin, sigur Jóhan Restorff, stjóri. Hóast okkurt av donsku bløðunum hevur lagt einum ónevndum hotelstarvsfólki í Havn eitthvørt óheppið í munn, sigur Jóhan Restorff, stjóri á Hotel Hafnia, har Nyrup og fylgi skulu búgva, at hann er sjálvandi vælkomin. Jóhan Restorff leggur eina við, at hatta, sum endurgivið varð í Sosialinum í gjár, hevur als einki við Hotel Hafnia at gera. >>Tað er eingin her á hotellinum, sum hevur tosað við hasar menninar,<< sigur hann. Jóhan Restorff sigur, at har verður sjálvandi ikki gjørdur munur á, hvør gesturin er. Tað er eitt professionelt rikið hotel, og hvør tann, sum vil, kann búgva har. Annars verður einki serligt gjørt burtur úr, at forsætisráðharin býr á Hotel Hafnia, sigur Jóhan Restorff. Kortini verður flaggað framman fyri hotellinum við trimum fløggum, sum vísa á, at ríkisfundur verður hildin. >>Bara tað, at hann kemur higar, er reklama í sær sjálvum,<< heldur Jóhan Restorff. Hotel Hafnia hevur tríggjar suitur, og Poul Nyrup Rasmussen skal búgva í eini teirra, meðan hann er her. Eisini Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður, skal búgva á Hotel Hafnia. Og báðir hava fylgi við. Annars gongur alt sum vanligt. Matstovan er opin sum vanligt, og einki serligt er gjørt burtur úr matgerð ella tílíkum. Aðrir gestir eru eisini á hotellinum hesar dagarnar. Tað verið seg útlendsk vinnufólk og onnur. Men sum vera man eru nógv pressufólk sovorðnar dagar, sigur Jóhan Restorff. Tað búgva fleiri norðurlendsk tíðindafólk har um dagarnar. Heldur ikki hjá løgregluni verður nakað serligt gjørt burtur úr, hóast hægsti maður í ríkinum kemur á vitjan, sigur Suni Vinther, støðleiðari á politistøðini í Havn. Tað er soleiðis, sigur hann, at forsætisráðharrin er í ríkinum, og so verður hann roknaður sum aðrir borgarar. Hevði tað verið fremmandur ríkisleiðari ella drotningin, sum kom, var ørðvísi. Tað hevur verið róð fram undir, kanska serliga í danskari pressu, at føroyingar fóru at taka í móti Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, við eggum og tomatum. Suni Vinther kennir einki til, at nakað slíkt er undir uppsigling. Og almenn mótmælisgonga ella -fundur, skal boðast løgregluni frá í seinasta lagi 24 tímar, áðrenn tiltakið skal vera. Tá Sosialurin tosaði við støðleiðaran fyrrapartin í gjár, var eingin slík fráboðan komin. Og sum skilst hevur heldur eingin handil í høvuðsstaðarumráðnum havt serliga stóran umsetning av eggum ella tomatum. Hava víst okkara góða vilja Gerð myndugleikanna, sum varð framd, meðan jólafriður átti at verið, hevur sum kunnugt fingið felagið at gera vart við seg. Vit góðtaka ikki, at landsstýrið brýtur skrivliga avtalu og vit fara ikki at undirvísa flokki við fleiri enn 24 næmingum. Vit vilja hava kvalitet í undirvísingini, og tað vilja næmingarnir eisini. Fyri at geva myndugleikunum tíð at umráða seg, lýstu vit til verkfall longu tann 1. januar. Soleiðis var ein vanligur arbeiðsdagur og eitt heilt vikuskifti at umráða seg í. Men einki hendi. Útvarpið endurgav Petur Petersen fyri at siga, at avgerðin var tikin í samráði við felagið, og er hetta ikki satt. Eisini endurgav útvarpið Petur Petersen fyri at siga, at í Danmark eru 28 næmingar í flokkunum. Til hetta er at siga, at vit búgva í Føroyum, og at landsstýrið meir enn eina ferð hevur boðað frá, at tað ikki vil samráðast við donsk fakfeløg. Dimmalætting sigur frá Peturi Petersen, at samráð merkir tað sama sum hoyring, og er hetta ikki satt. Eitt nú stendur í orðabók M. A. Jacobsens og Chr. Matras undir samráð: >>fælles beslutning<<. Mánadagin tann 5. jan. løgdu vit arbeiðið niður fyri at vísa, at vit meina í álvara, tað vit siga. Men framvegis hendir einki. Útvarpið endurgevur Eilif Samuelsen, landsstýrismann, fyri at siga, at hann ætlar ikki at taka nøkur stig. Undanarvert, tá ið hugsað verður um, at hann hevur ábyrgdina av skúlaverkinum øllum. Men vit hugsa um næmingarnar, og vit ætla ikki at draga verkfallið óneyðuga leingi út. Tí hava vit í morgun bjóðað Peturi Petersen, aðalstjóra, til fundar. Men klokkan 11 komu boðini: Myndugleikarnir vilja ikki koma á fund, fyrr enn vit hava tikið arbeiðið uppaftur(!). T.e., landsstýrið og embætismenn tess sýna lítlan vilja, lata hánt um næmingar, og vóna kanska at trupulleikarnir hvørva av sær sjálvum, men tað gera teir ikki. Nú hava vit víst okkara góða vilja, og nú kunnu vit bara bíða eftir mótpartinum. Arbeiðssteðgurin stendur við. Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara 6. januar 1998 Maktdemonstrasjón - brot á skrivligar avtalur Liva vit í einum demokratiskum samfelag, har lógir og skrivligar avtalur eru grundarlagið fyri avgerðunum? Tað haldi og vóni eg enn, men nýggi undirvísingarstjórin, Petur Petersen, fær meg at ivast, eftir at hann vendi sær til Yrkisfelagið beint fyri jól um undantaksloyvi at leggja tveir 1. studentaflokkar saman til ein flokk við 28 næmingum. Hví fara studentaskúlalærarar í verkfall nú? Tí Petur Petersen, hægsti leiðari í undirvísingar- og mentamálastýrinum, gongur móti skrivligum avtalum frá 25. sept. 1992 millum gomlu Landsskúlafyrisitingina og Yrkisfelagið, har tað m.a. stendur, at bert í undantaksførum kunnu flokkar hava meira enn 24 næmingar, men at tað skal henda >>í samráð við Yrkisfelagið<<. Hetta merkir eftir orðabókini hjá Chr. Matras >>felags avgerð<< (millum Yrkisfelagið og Landsskúlafyrisitingina). Grundin til at Yrkisfelag-ið stendur fast við í mesta lagi 24 næmingar í flokkunum er, at tað er pedagogiskt óforsvarligt - mitt í einum skúlaári - at leggja tveir 1. studentaflokkar saman, har 88,2% av tímunum eru felags, tað vil siga við 28 næmingum. Tað átti Petur Petersen at vita sum hægsti leiðari. Í einstøkum førum hevur Yrkisfelagið fyrr - við skúlaársbyrjan - góðtikið flokkar við 25 og eisini at flokkar hava verið samanlagdir; men tá í mesta lagi við 24 næmingum! Vit vilja sostatt halda fast við 24 sum mest loyvda næmingatal í hvørjum flokki, sum táverandi stjóri á Landsskúlafyrisitingini, Hensar Ellingsgaard, skrivaði undir í 1992 í sambandi við avtaluna at arbeiða eina viku uttan løn. Harumframt mugu vit leggja afturat, at flokshølini á studentaskúlunum ikki eru bygd til fleiri enn 20-24 næmingar. Við hesum tali hava fleiri flokshøli longu stórar trupulleikar við inniluftini. Takk fyri upptøkuna. Holger Arnbjerg, limur í Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara Fast samband um Vestmannasund Fasta sambandið um Vestmannasund fer ikki at kosta landskassanum eina krónu netto, og er skilabesta ætlan innan samferðsluna síðan árabáturin kom til lands Landskassin 80 milliónir kr. Lántøka 100 milliónir kr. Inntøka av bumpeningaskipan 2 milliónir í 15 ár: 30 milliónir kr. Tilsamans 210 milliónir kr. Av 210 milliónum krónum er stórur partur lønir og av hesum fær landið minst 80 milliónir aftur í beinleiðis skattum. T.v.s. at fasta sambandið um Vestmannasund ikki kemur at kosta landskassanum eina krónu. Og tunnilin kemur at halda í 100 ár ella meira. Um landið letur 20 mió. kr. 4 ár, er hetta uml. 38 kr./føroying/ mðr. í 4 ár brutto. So er landskassin úti av myndini. At nevnda upphædd ikki kollrennur nakran landsbúskap er eyðsýnt. Øll mugu vera samd um, at nevnda upphædd ikki kollrennir nakran landsbúskap er eyðsýnt. Øll mugu verða samd um, at nevnda upphædd ikki er stór, um hugsað verður um tað positiva árin hetta fær á samfelagið alt, m.a.: 1.35-40 minuttir non-stop til flogvøllin alt døgnið, árið runt. Í dag tekur ofta longri tíð at koma frá Vágum til Streymoy, enn frá flogvøllinum til Keypmannahavnar. 2.Avstandurin frá Vaglinum til Miðvágs verður 39 km, ella tað sama sum til Vestmanna. 3.Ung í Vágum kunnu búgva heima og ganga í skúla á meginøkinum. Mong hava ikki møguleika at ganga á hægri skúlum, av tí at hetta er sera dýrt. Ein sosialur skeivleiki verður rættaður um fast samband kemur. 4.Vinnan báðumegin sundið fær optimalar møguleikar at virka undir, eins og flogvøllurin fer at geva møguleikar fyri exporti/importi av vøru, ið ikki er til staðar í dag. Argumentatiónin hjá Jákupi Joensen heldur als ikki, tá hann uttan drál tegir burtur, at góðar 200 milliónir krónur av landskassans peningi eru nýttar til berghol í valdømi hansara til knapt 400 fólk í svárastu fíggjarkreppu í søgu okkara, ímeðan hann er á gosi um at landskassin skal nýta 80 milliónir krónur til at betra eitt totalt ónýtiligt og niðurslitið ferðasamband til knapt 3000 fólk og einastu floghavn okkara. (Undirritaði er glaður um, at sumbingar hava fingið eitt gott samband, tillukku við tí. Vildi mett, at sumbingar eins og suðuroyingar annars, við undantak av Jákup Joensen, ikki hava nakað ímóti at ferðasambandið gerst betri til útjaðaraøkir). Landskassin verður nevniliga ikki tyngdur av upphæddini oman fyri 80 milliónir krónum. Hendan verður nevniliga goldin av bummpeningagjaldinum, hvørs grundarlag er stóra ferðslan um Vestmannasund. Á hesi farleið er púra ørt at nýta eina krónu til annað enn fast samband. Og tað er indiskutabult. Hetta hava nógvir bólkar kannað væl og virðiliga. 1.Ráð frá skilamanninum, jarðfrøðinginum Jóannis Rasmussen, sála. 2.Borikanningar uml. 200 metrar undir sundið báðumegin. 3.Seismiskar botnkanningar í sundinum. 4.Samfelagsfíggjarlig árin. 5.Grótið er av sama slagi sum í tunnlinum ímillum Signabø og Kaldbaksbotn, har stak væl gekst at bora osfr. Alt talar fyri at gera fast samband. Og hetta er neyðugt at gera. Nú. Mær vitandi hevur Jákup Joensen ikki kannað hetta. Men hann hevur eina greiða støðu, á ongum støði. At hann áður hevur tikið støðu uttan nakað grundarlag, og at hetta er hansara 80-ara arbeiðsháttur, má ikki aftur koma at kosta samfelagnum og skattgjaldarunum mangar milliónir krónur. At býráðspolitikarin úr Tórshavn, Lisbeth Petersen, rekur lokalpolitikk á Føroya Løgtingi er til lítlan sóma fyri hana. Maria Han hevur onki at óttast. Hon veit, at ein blindtarmur ikki verður skorin burtur uttan hann gerst sjúkur. Vestmanna fær við fasta sambandinum betri møguleikar fyri at yvirliva enn í dag - tí samstarvsmøguleikar ímillum Vágarnar og Norðurstreymoy gerast nógv betri innan øll økir. Nú er at vóna, at tingmenn vilja byggja land og taka undir við hesi skilagóðu ætlan, ið helst ikki fer at kosta landskassanum eina krónu, heldur tvørturímóti fer at geva landskassanum eina inntøku, ið fer at bøta um møguleikar okkara at taka okkum av yngru og eldru samfelagsborgarum okkara. Vit eiga altíð at byggja Føroyar upp - á skynsaman hátt. Marjus Dam Jan Müller Føroyar - Danmark og framtíðin TAÐ er ikki rætt at siga, at viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark eru vánalig. Tey eru nógv verri. Viðurskiftini eru púra sjúk. Ja, so langt úti, at ávísir >>rasistiskir<< tónar er at hoyra. Hvat vilja danskararnir nú? Nær snýta teir okkum næstu ferð? Nær koma teir eftir oljuni? SOLEIÐIS er tónlagið tíverri vorðið. Hetta kann ikki halda fram soleiðis. Hetta er óverdugt fyri tvey menta fólk, iðhava samstarvað í so langa tíð. RÍKISFELAGSSKAPURIN sum vit kenna hann í dag byggir á samstarv, har arbeiðsbýtið er sambært heimastýrislógina. Lógin er leyst orðað og virkar bert, um álit er ríkispartarnar ímillum, har føroyska landsstýrið og danska ríkisstjórnin í felag taka ábyrgd av gongdini. ÁLITIÐ er nú fokið! Orsøkirnar eru fleiri. Í høvuðsheitinum kann sigast, at føroyingar ikki funnu trygt nýtt lívsgrundarlag, tá ið fjarfiskiskapurin bleiv skerdur síðst í 70-unum. Sambands-fólkafloks landsstýrið satsaði uppá farmaflota fyrst í 80-unum. Hetta miseydnaðist púra. Javnaðar-tjóðveldislandsstýrið satsaði uppá rækju- og svartkjaftaflota. Hetta eydnaðist partvís við rækjuflotanum, men als ikki við svartkjaftinum. Samstundis kom frælsi kapitalmarknaðurin, og danska Schlüterstjórnin røkti ikki sínar skyldur sambært heimastýrislógini, tá hugsað verður um eftirlit við peningaverðini. ÚRSLITIÐ kenna vit. Kreppuloysnirnar hava afturlítandi verið sømuligar fyri donsku stjórnirnar. Vit hava fingið u-lands loysnir, ógvuliga væl frágreiddar í bók skrivað av fíggjarfrøðinginum Ozay Mehmet í bókini >>Westernizing the Third World<<. Har verður skrivað um Eurocentrið, at tað er ein europcentrerað verðinsuppfatan, har loysnir fyri 3. lond skulu verða til fyrimuns fyri europearan, men uppá bekostning hjá 3. londum! SOLEIÐIS hava danir loyst føroysku kreppuna. Fyrst bankaskuldina umvegis Fíggingargrunnin, yvir í landskassan og nú meginpartin av kreditforeiningslánunum umvegis Framtaksgrunnin sama veg. HETTA eru óverdugar loysnir ímillum tveir partar, ið eru á líka fóti mentunarliga innan norðurlendskt samstarv. Helst er hetta í tráð við E. U. hugsunnarháttin, ið er valdandi í Keypmannahavn. Teir, ið skrivaðu heimastýrislógina og teirra andi við, eru burtur. Neyðugt er tí við einum nýggjum sáttmála við hetta nýggja hugsjónarfólkið í Keypmannahavn. SO merkiligt tað ljóðar, so er full semja í Føroyum um, at so má verða. Trý uppskot eru á borðinum. Fyri tað fyrsta er >>loysing her og nú<< frá tjóðveldisflokkinum. Tað hevur ongan meiriluta. Fyri tað næsta so er tað sambandsuppskotið um E.U.-limaskap. Tað hevur ongan meiriluta. Eftir er so uppskot javnaðarfloksins um eina greiða juridiska avtalu, ið tekur hædd fyri nútíð og framtíð. Hetta er uttan iva tað, ið ein meirluti av føroyska fólkinum vil. HETTA átti ikki minst at havt danskan áhuga, tí í dag er støðan so sjúklig, at sjálvt ríkistrúgvir føroyingar síggja hin grábeinta í øllum, sum tosa danskt mál, fyri ikki at tosa um fyritøkur, ið bera danskt skjaldrarmerki. Hetta eru ótolandi, óverdugar og óliviligar umstøður at virka undir hjá teimum ráðandi, ið hóast alt í felag hava ábyrgd av hesum samfelagnum. Tiltøk KFUK og KFUM, Tórshavn Opið hús hvørt fríggjakvøld í KFUM frá kl. 21-1. Samkoman Immanuel Í kvøld kl. 20.30: Møti. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønarmøti. Mikukvøld kl. 20: Upp-byggingarmøti. Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti. Rhema á Hálsi Í kvøld kl. 20: Evangeliskt møti. Palli Højgaard o.o. luttaka. Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Biðið verður fyri sjúkum. Øll eru vælkomin. Kvívík Missiónsvikan byrjar í annaðkvøld kl. 20. Tom Skaale talar og teir fýra úr Havn syngja. Vivi Hammer endar. Skálafjørður Missiónsvikan byrjar í annaðkvøld kl. 20. Sigfred Johannesen talar. Teir fýra av Strondum syngja. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundur verður í Havn í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir byrja aftur týsdagin 13. jan. kl. 17.30 og eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjar skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjar aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld. Fríggjadagin 9. januar: Ballerupfelagið hevur trettandahald kl. 19.30. Sunnudagin 11. januar: Fernisering kl. 15-17: Tummas Thomsen, 36 ár, úr Norðragøtu hevur framsýning. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29 Hósdagur 8. januar 1998 Vit mugu royna at bjóða tað besta út -Tað er eingin løtt uppgáva, sum okkara myndugleikar hava, nú tað skal gerast av, hvørji øki skulu vera við í 1. útbjóðing. Men nummar eitt vildi verið, um vit buðu tey bestu økini út nú tvs. økini, sum liggja nær markinum heldur Pauli Einarsson. Hann ber ótta fyri, at vit verða lagdir á ís av oljufeløgunum, um vit ikki taka eina útbjóðing nú sum ætlað. Pauli Einarsson, formaður í Føroya Oljuídnað sigur við útvarpið nýggjarsdag, at talan verður neyvan um tað heilt stóra virksemið á føroyskum øki í 1998, nú ein útbjóðingarrunda verður hetta árið. -Vit mugu vóna, at tað verða góð øki, sum verða boðin út, soleiðis at áhugin fyri økinum verður stórur. Pauli Einarsson heldur, at tey feløgini, sum fara at vísa Føroyum áhuga, fara eisini at etablera seg her. Í hvussu er fara tey at stovna deildir í Føroyum. -Um tey fara at skráseta seg her beinanvegin er tó ringt at siga, tí lógin sigur, at tað er ikki neyðugt at skráseta eitt felag her heima. Tað er nokk at hava eina deild. Og tað koma tey undir øllum umstøðum at hava, bæði oljufeløgini og kontractorfeløgini ikki minst heldur formaðurin í Føroya Oljuídnað. Alt yvir føroyska jørð Pauli Einarsson sigur við útvarpið, at tað er týdningarmikið, at tað greitt og týðuligt stendur í sjálvari oljulóggávuni, at alt tað sum bæði loft- og sjóvegis skal brúkast í oljuvinnuni, verður at koma yvir føroyska jørð. Umframt at tað fer at geva nógv virksemi, fer tað eisini at verða við til byggja upp ekspertisu, og tí er tað umráðandi, at tað er við frá fyrsta degi. Um oljufeløgini finna nakað og veruligt virksemi fer í gongd, so verður brúk fyri tí stóru ekspertisuni í Føroyum. Pauli Einarsson vísir eisini á týdningin, sum virksemi bygt upp í Føroyum kann fáa í aðrar mátar. Kemur t.d. eitt felag, sum er skrásett í ES, til Føroya at arbeiða, so kann tað arbeiða tvørtur um markið, tvs. at tað kann verða etablerað í Føroyum og samtíðis kann tað veita tænastur yvir á bretska økið. Tá fara Føroyar óbeinleiðis at koma inn á bretskt øki at arbeiða. Bjóða tað besta út Formaðurin í Føroya Oljuídnað vónar, at tað sum ætlað verður ein útbjóðing í 98, og at her verður eitt øki at bjóða út. Hann vónar eisini, at tað økið verður so nær markinum sum gjørligt men leggur tó aftrat, at tað er ringt at siga, hvat kann skaða føroysku samráðingarnevndina í samráðinginum. Hann heldur, at tað má vera upp til nevndina at avgera, og roknar hann við, at hon nokk skal finna eina loysn. -Tað besta hevði sjálvandi verið, at ein fór út móti markinum og segði, at hetta er tað, sum vit hava lagt út sum føroyskt øki, og at vit so buðu tað út. Tað hevði verið nummar eitt. Men verður ein innan fyri tað Hvíta økið, nærri at landi og vekk frá tí mest umstrídda økinum og bjóðar tað út - so kundi tað eisini skatt seinni, um ein endaði í rættinum við restini av tí umstrídda. So tað er sera ringt at siga, hvat er rætt og hvat skeivt. Pauli Einarsson vísir á, at eru føroyingar komnir til tað, at vit eiga bert hetta og hetta økið og hetta kunnu vit bjóða út, so kunnu vit fáa rætt í tí. Tá vil rætturin kanska siga, at tá tit ikki hava sett krav um meira og tit eru so fá og lítið fólk, so er hetta nóg mikið. Oljufeløgini rýma Hann vísir eisini á vandan fyri, at oljufeløgini missa hugin at arbreiða við Føroyar, hendir ikki okkurt nú. Tey fara kanska at halda eitt lítið bluss gangandi her heima aftrat, men hendir einki, so kann ein rokna við, at tey brúka sínar íløgur aðrastaðni. -Vanliga vil tú seta pengar av til kanningar í nýggjum økjum, og tíðin hevur fyri so vítt arbeitt fyri okkum hesi seinastu árini, tá hugsað verður um áhugan frá oljufeløgunum. Oljuprísirnir hava verið vaksandi og tað hevur ikki verið so nógv bjóðað út aðrastaðni. Alt hevur tí verið til okkara fyrimun. Men verður alt hetta seinkað eini fimm til seks ár, so kann ein rokna við, at vit verða lagdir á ís. Tað skal nógv til fyri at fáa tað tiðnað uppafur. Nú koma teir henda veg av egnari interessu. Men er tú fyrst lagdur á ís, so skulu vit føroyingar út seinni at skapa interessu fyri Føroyum aftur, og tað kann vera nokk so tung og dýr prosess at fara ígjøgnum einaferð aftrat, og tað er slettis ikki vist, at feløgini hyggja henda vegin aftur. Tað veldst so alt um áhugan og prísin annars. Pauli Einarsson sigur, at tað er eisini rætt at vísa til útbjóðingarrundur kring okkum. Har kunnu verða heilt áhugaverd øki, sum verða boðin út, men tað kann eisini henda, at tað t.d. í írskum øki ella í grannalagnum verða nøkur turr hol, sum kundu gjørt Føroyar enn minni attraktivar til ta tíð. So hann heldur, at ein skal royna at halda blussið uppi, meðan tað er har. Lagt nógvar pengar í kanningar Pauli Einarsson vísir á, at feløg og bólkar hava gjørt íløgur fyri hundraðtals milliónir á føroyaøkinum og hetta gera ikki til stuttleikar. Hann vísir eisini á projektini, sum eru í gongd við kanning av streymi og veðri og umhvørvi annars verða gjørd og fíggjað við boring fyri eygað. Tað verður bert gjørt tí hildið verður, at nakað er at leita eftir, sum kanska kundi givið profitt seinni. Uppá fyrispurning hvat Pauli Einarsson vildi mælt til, nú politikararnir skulu taka støðu til, um ein skal byrja at bora í umstríddum øki, áðrenn spurningurin um markið er loystur, sigur hann, at tað hann sigur er fyri hansara persónligu rokning og ikki sum formaður í Føroya Oljuídnað. -Tað verður ein satsningur, og eg haldi, at eg hevði satstað og bjóðað út í 98, og um eg hevði satsað ordiligt, so hevði eg farið út móti markinum. Pauli Einarsson viðgongur, at tað kann vera okkurt, sum lúrir aftanfyri í samráðingunum seinni, tá ein skal fastleggja markið endaliga. Ein veit ikki, hvar markið liggur, eftir at tú er byrjaður at bora. Nú um dagarnar segði umboð fyri útlendska oljufelagið Total, at hann vildi ikki verið í skónum hjá føroyskum politikarum, sum skulu taka støðu til eina útbjóðing, nú markið ikki er ásett. Pauli Einarsson sigur við útvarpið, at hann bert kann taka undir við tí, at hetta er eingin løtt uppgáva. Danir halda við føroyingum Í undirgrundarsamráðingunum eru danir heilt greitt í parti føroyinga, sigur forsætisráðharrin Málið um undirgrundarsamráðingarnar við bretar hevur eisini verið umrøtt á ríkisfundinum í Havn. Og Danmark hevur gjørt heilt greitt, at hóast danir eru limir í ES eins og bretar eru, er eingin ivi um, at teir í hesum samráingum standa saman við føroyingum, søgdu bæði Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri og Edmund Joensen, løgmaður á tíðindafundi týskvøldið. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Bergur í Garði ikki stjóri á Fiskavirking Bergur í Garði, sum er nevndarlimur í Fiskavirking, avsannar leysatíðindini um, at hann verður nýggi stjórin í Føroya Fiskavirking ­ Nei, tað er púra einki í hasum - hatta havi eg als ikki hoyrt. So avgjørdur var Bergur í Garði, tá Sosialurin spurdi, um leysatíðindini vóru sonn sum søgdu, at hann er tann >>rætti<< nýggi stjórin í Føroya størsta arbeiðsplássi, Føroya Fiskavirking. Seinastu dagarnar hevur nógv verið gitt um, hvør nýggi maðurin man vera. Sunnudagin lovaði Sverri Hansen, nevndarformaður, at eitt tíðindaskriv varð almannakunngjørt mánadagin - og tá fingu fjølmiðlarnir tíðindini. Men tíðindaskrivið segði einki um nýggja stjóran, og tá vit í dag (týsdag) aftur spurdu Sverra Hansen, segði hann enn einaferð, at tað fór at vera kunngjørt í einum tíðindaskrivi. Men enn er einki tíðindaskriv komið. Vit kunnu tí bert gita, at nevndin í Føroya Fiskavirking hevur trupult við at finna nýggja stjóran. Útvarpið visti at siga í kvøld, at Jákup Mørkøre ikki sjálvur hevði sagt upp, men at hann var koyrdur úr starvi. Vit kunnu sostætt bert staðfesta, at tað ikki verður Bergur í Garði, sum verður nýggi stjórin - og at Fiskavirking nú á sætta degi liggur í stjóraloysi. Viðmerking til Eyðólv Dimon! >>Mangur røður um Ólav kong, sum ei hann hevur sæð<<. Hetta rann mær til hugs, tá eg ígjár las greinina, sum Eyðólvur Dimon hevði á s. 25 í Sosialinum, tí eftir greinini at døma, veit hann lítið um málið. Til tess at fáa grundarlag fyri eini niðurstøðu, leggur hann nøkur sokallað >>fakta<< fram, sum ikki hava hald í veruleikanum. Málið um klinikkassistentarnar var sera einfalt, nevniliga, at býráðið og TKST vóru samd um øll viðurskifti og hvussu hesi skuldu tulkast. Trupulleikin var góðkennismyndugleikin Føroya Landsstýri, sum samb. Kommunulógini § 47 skal góðkenna m.a. lønarviðurskifti. Semjan Semjan partanna millum innihelt: 1.At klinikkassistentarnir skuldu umflokkast frá 9-11 til 9-12. 2.At klinikkassistentarnir verða fluttir upp í 12. lønarflokk á sama stig, sum teir stóðu á í 9. lønarflokki. Landsstýrið góðkendi pkt. 1, men ikki pkt. 2. Úrskurðurin Gerðarrætturin leggur til grund, at pkt. 1 >>indeholdt bestemmelser af en så generel karakter, at den iflg. nævnte lovbestemmelse (Kommunulógin § 47) skulle forelægges og godkendes af landsstyret for at opnå gyldighed, findes det at måtte medgives indkærede (Tórshavnar Býráð), at man hverken har haft hjemmel til at gennemføre aftalen eller ved sin handlemåde har pådraget et erstatningsansvar<<. Um pkt. 2 ásetur gerðarrætturin, at hesar innplaseringar >>ikke findes at kræve hverken forelæggelse eller godkendelse fra landsstyret<< og hevur býráðið tá handlað innan fyri teir karmar, sum býráðið hevði rætt til, og sum býráðið eisini metti seg hava rætt til. Av góðum grundum kann býráðið ikki handla ímóti greiðari avgerð frá eftirlitsmyndugleikanum, sum samb. Kommunulógini kann seta tvingsilsbøtur o.a. í verk yvirfyri kommunalpolitikarum, um so er, at teir ikki bera seg at sum eftirlitsmyndugleikin, t.v.s. í hesum føri sum landsstýrið, ásetur. Soleiðis lá málið, og einasti máti at fáa hetta mál loyst uppá, var, sum býráðið alla tíðina skeyt upp, at leggja hetta fyri gerðarrætt, men var hetta í langa tíð avvíst av TKST. Persónliga ábyrgdin Við atliti at hesum og samb. ráðgeving, samtykti býráðið - um so var, at verkfallið ikki varð niðurlagt - at gera persónliga ábyrgd galdandi yvirfyri nevndarlimunum, og vísti tað seg eisini, at arbeiðið varð uppafturtikið, málið lagt fyri gerðarrætt og síðani avgreitt til gagns fyri allar partar. Nú er tað einaferð soleiðis í øllum viðurskiftum í lívinum, at ein og hvør hevur ábyrgd av sínum gerðum. Hetta merkir, at einsvæl persónar, arbeiðstakari sum arbeiðsgevari ábyrgdast fyri sínar gerðir, um hesar ikki eru ílagi, og er einki nýtt í hesum, og als eingin provokatión ímóti fakfeløgunum. Tvørturímóti. Tí um so var, at t.d. fakfeløgini kundu hóvreiggjað sær sum teimum lysti, vildi hetta minkað um ta virðing, sum ein eigur at hava fyri slíkum feløgum, og hetta hevði eisini verið grundarlag fyri, at fakfelagsrørslan kundi syndrast, tí eingin kann verja ábyrgdarleysan atburð. Leivur Hansen, býráðsformaður Til minnis um Petru og Esbern Minningarorð Petra, fødd Arge, og Esbern Simonsen eru ikki millum okkara longur. Hetta vóru eini sjáldsom hjún, eini hjún, ið eg koma at kenna í sløk 30 ár. Sonur teirra, Símun, og eg komu at ganga í sama skúlaflokki í Hoydølum. Tá gjørdust Símun og eg vinmenn, og tá stutt var frá skúlanum niðan til húsini hjá teimum í Hoyvík - ella Uttan fyri Garðarnar, nú kallað Garðavegur - so kom eg skjótt at kenna bæði Petru og Esbern og tær báðar døturnar, Annleyg og Marjuna. Eg kann ikki siga annað, enn at eg varð stórliga bilsin, tá ið eg kom inn til teirra. Eg visti, at Esbern var bankastjóri í Føroya Banka, men maðurin súkklaði til arbeiðis, og tað fekk eg ikki at passa. Petra var heldur ikki soleiðis, sum eg hevði ímyndað mær eina stjórafrúu, men seinni skuldi tað vísa seg, at Esbern tíbetur ikki var nakar vanligur bankastjóri, og at Petra ikki var nøkur vanlig bankastjórafrúa. Eg hevði ikki kent Esbern leingi, tá ið eg ein dagin kom inn í Føroya Banka. Har sá eg Esbern standa og práta við ein ernan skjúrtu-og-flippu-mann, men bæði flippu-maðurin og eg vórðu bilsnir, tá ið Esbern bað hann umbera seg eina løtu og síðan fór yvir og at práta við meg ístaðin. Nei, Esbern gjørdi ikki mun á fólki, og tað gjørdi Petra heldur ikki. Eitt, sum eyðkendi hugnaliga heimið hjá teimum var, at beinanvegin tú komst inn, merkti tú, at í hesum heimi vóru øll eins, og so var líka mikið, um tú vart keisari ella gøtusópari. Eg kendi meg, ið hvussu so er, altíð heima í hesum sjáldsama húsi við vakra urtagarðinum, sum Petra røktaði væl, og vakra útsýninum yvir Nólsoyarfjørð. Petra og Esbern vóru bæði nógv lesandi fólk. Esbern var kendur fyri at lesa skjótt; hann kundi lesa øll tey føroysku dagbløðini - tá vóru eini fimm, seks av teimum - uppá fimm-tíggju minuttir, og tá las hann tey væl og blaðaði tey ikki bert ígjøgnum. Esbern las eisini nógv annað, bæði útlendsk dagbløð og tíðarrit og føroyskar og útlendskar bøkur. yrkisbløð las hann sjálvsagt eisini. Arbeiðið hevði Esbern ongantíð heim við sær; tá ið hann setti seg á súkkluna eftir strævnan arbeiðsdag, gloymdi hann alt um bankabøkur og bankaarbeiði. Petra las eisini bæði føroyskar og útlendskar bøkur. Sigast skal, at bæði Petra og Esbern vóru sera stinn í fremmandum máli, so sum enskum, týskum, fronskum og íslendskum, og so sjálvsagt donskum, svenskum og norskum. Petra hevði listarligar gávur, og tískil las hon eisini yrkisbøkur um postalínsmáling, málningalist og skulpturlist, og plantufrøði hevði hennara serliga áhuga. Hóast familjan Simonsen hvørki sang ella spældi upp á ljóðføri, so syrgdi Petra fyri, at tónleikur javnan var at hoyra. Talan var bæði um klassiskan tónleik, føroyskan kórsang, og kanska ikki minst bæði írskan og skotskan fólkatónleik. Og altíð høvdu tey bæði, Petra og Esbern, okkurt at greiða frá, og tað kundi bæði vera áhugavert og stuttligt. Men tey høvdu eisini sorgir at dragast við. Dótturmannin mistu tey, og tá ið tey skuldu njóta síni ellisár, var lagnan teimum hørð. Stutt eftir at Esbern fór frá við eftirløn, fekk hann eina heilabløðing og sat lammaður til hann doyði eini sjey ár seinni, og Petra stríddist í mong ár við illa kendu Parkinson-sjúkuna, sum smátt um smátt tók alla megina frá henni, og at enda fekk hon eisini krabbamein. Ein kann bert siga, at Harrans vegir eru órannsakandi, men ein kann hóast alt fegnast um, at Esbern vegna sjúku sína kanska ikki fataði, hvussu álvarsama búskaparliga kreppu, land okkara var komið í, og hvat hendi við tí banka, hann hevði arbeitt fyri í góða hálva øld, men vit mugu harmast um, at Petra, so sjúk hon var, mátti pínast saman við okkum øðrum um støðuna. Esbern sjálvur fór frá í 1986, og sjálvur kann eg siga við vissu, at Føroyar høvdu verið betur fyri, um Esbern sat sum bankastjóri nøkur ár aftrat. Esbern doyði fyri góðum ári síðan, 78 ára gamal, meðan Petra varð borin til sítt seinasta hvíldarstað nú tollaksmessuaftan, 75 ára gomul. Eg vil hervið lýsa frið yvir minnið um Petru og Esbern Simonsen. ingi Til minnis um Ernst Í gjár, 4. januar, andaðist Ernst Hansen, 54 ára gamal. Hóast Ernst búði meginpartin av lívinum í Havn, so var hann tó ein rættur nólsoyingur. Tíðliga lærdi hann lívsins álvara at kenna, tá hann sum 2 ára gamal gjørdist móðurloysingur, tá mamman doyði í barsilssong. Hansara smáu beiggjar, Kristin, sum var nýføðingur, og Robert sum var fýra ár, fóru aðra staðni at vera, men Ernst vaks upp hjá ommuni og abbanum í Nólsoy. Foreldrini hjá honum vóru Kristina og Arnhold. Ernst fór ungur til Havnar og arbeiddi hann í nógv ár sum grannskoðari hjá Jógvan Sundstein. Seinni kom hann á Telefonverkið sum bókhaldari, og tá gjørdist hann formaður í Starvsmannafelagnum. Hetta starv røkti hann í heili 12 ár frá 1975-1987, og er hann tann formaður sum hevur sitið longst í hesum felag. Tá var formansskapurin eitt arbeiði hjá formanninum útyvir tað borgarliga starvið. Tað man onkuntíð hava verið strævið. Vit høvdu sum fakfelagsmenn eitt gott samstarv, men onkuntíð kom til sjóndar at báðir vóru treiskir! Seinni fór hann aftur at arbeiða hjá Jógvan Sundstein eina tíð. Her arbeiddi hann tilsamans í 14 ár. Hann hevur eisini arbeitt á løgtingsskrivstovuni. Sjálvur havi eg kent Ernst í meira enn 30 ár, og komu vit at kennast tá eg gjørdist fakliga virkin. Eingin ivi er um, at hann var ein sterk persónligheit. Hansara brutali startur í lívinum hevur merkt hansara lívsáskoðan, og hevði hann altíð samhuga við teimum veiku í samfelagnum eins og hnan altíð hevði stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Henda hansara støða gjørdi, at hann í nógv ár var virkin í javnaðarflokkinum. Hann var eitt tíðarskeið formaður í ungmannafelagnum hjá flokkinum, SU. Hann umboðaði eisini flokkin sum formaður í Tórshavnar Líkningarnevnd í heil 8 ár. Her munnu sjógvarnir eisini onkuntíð hava brotið, men Ernst hevur við sínum kenda treiskni verið heilt rætti maður í hesum starvi. Síðan 30. oktober 1996 hevur hann verið tingmaður vegna Verkamannafylkingina í samgongu. Her fingu vit ásanna, at talan var um ein persón við einum sterkum vilja og stórari vitan. Tá hann seinast í 80-unum gjørdist arbeiðsleysur fór hann at lesa løgfrøði heima hjá sær sjálvum, og hann endaði við at fáa prógv. Hetta er í sær sjálvum eitt roysni, sum fáur man gera honum eftir í hansara aldri. Hann legði eisini alla sín orku í tingarbeiðið, har hann var umboðaður í týdningarmiklum nevndum sum t.d. í fíggjarnevndini og sum formaður í trivnaðarnevndini inntil fyri stuttum. Nú var hann limur í uttanlandanevndini og formaður í landsstýrismálanevndini. Í tingviðgerðum var hann sakligur og altíð væl fyrireikaður, og ofta var tikið til hansara skilagóðu innlegg. Í nevndararbeiði var hann sera nærlagdur. Kanska var onkuntíð hildið at hansara nærlagni tarnaði viðgerðini av málum, sum høvdu skund. Tað var bert treyðugt at Ernst góðkendi eina slíka grundgeving fyri at skunda eitt mál ígjøgnum. Vit vistu, at Ernst var ikki heilt frískur. Men á jólum gjørdist Ernst álvarsliga sjúkur. Hóast hetta møtti hann á tingfundi 3. jóladag. Tí hann vildi ikki at tað skuldi standa á honum sum samgongulimur at fáa málini avgreidd. Tann 29. desember varð hann innlagdur á landssjúkrahúsið. Eg vitjaði hann m.a. kvøldið fyri at hann doðyi. Tá var hann framvegis sera fittur. Hann vildi sleppa heim so hann kundi halda áfram við sínum politiska arbeiði. Hann sá fram til fundin sum Nyrup Rasmussen skuldi hava við tingmenn. Sovæl í hesum máli sum í sambandinum við Danmark hevði Ernst eina greiða støðu. Skjótt er Harranum um. Longu dagin eftir var hann farin. Ernst var giftur við Biritu, sum er úr Vági. Tey áttu tveir synir. Ikki minst er saknurin heima, tí Ernst var eitt familjumenniskja um nakað. Ernst var eisini virkin í grannalagnum í Tjarnarlág. Saman við hinum monnunum var hann við í einum gongubólki, sum umframt at ganga langan tein hvørt kvøld, eisini skipaði fyri øðrum tiltøkum í grannalagnum. Eg veit at hann eisini her fer at vera nógv saknaður. Ernst var kassameistari í bólkinum, og hann hevði sjálvur ásett, at >>aðalfundur<< skuldi haldast trettandadag. Men,... Vit drípa høvur í minninum um Ernst Hansen og vilja vísa teimum avvarðandi djúpastu samkenslu. Óli Jacobsen Nøkur orð um vilstar kúlur Jóannes Nielsen rithøvundur hevur í grein í Sosialinum 6. januar eina av sínum eyðkendu bersøgnu viðmerkingum. Hann hugleiðir um politikk, vinnulív, kreppu, privatisering, list og listastuðlar, genir, ættarsøgu og framtíð føroyinga sum tjóð. Væl og skemtiliga verður tikið til orðanna. Skotið verður við skørpum, og sanniliga ikki við títlingabyrsu. Tey flestu skotini raka óivað so meint, sum tey eru ætlað, og eg skal ikki gera viðmerkingar til heildarniðurstøðuna - vit er øll í døpurhuga av teirri ólukkuligu støðu, Føroyar eru komnar í, og av tí dirvisloysi og ráðaloysi, ið nú valdar. Jóannes sigur okkum tann ræðuliga sannleikan á vreiðunnar degi. Men okkurt skotið rakar langt við síðuna av, og hóast vit eru von við, at ósek eisini verða særd av kúlum, tá ið ein vreiður maður fæst við maskinbyrsu, so fari eg at gera viðmerkingar til nøkur av hesum vilstu skotum. Okkurt skot er beinleiðis margháttligt - eitt nú, at tað er skeivt at skriva ættarsøgur og bygdarsøgur, tí tær gera so stóran skaða. Men pláss verður ikki til at taka tey høglini upp í hesi viðmerking. Eftir mínum tykki fløkir Jóannes á óhepnan hátt eitt ummæli av stórum listaverki, ið Torbjørn Olsen málaði í 1996, upp í essay sítt: Altartalvan í Haldarsvíkar kirkju er >>tað higartil mest sjáldsama, ella í hvussu so er, mest originala úrslitið av føroysku kreppuni<<. Sum tú kanst siga tað, Jóannes! Eg loyvi mær at tríva í tættir í ummælinum: >>Motivið er rættiliga traditionelt<< - ja, so sanniliga. Myndevnið Hin heilaga kvøldmáltíðin er óivað eitt tað mest brúkta yvirhøvur í okkara vesturlendsku mentan í hvussu so er tey seinastu 1400 árini. Vit kenna tað úr hundraðvís av halgidómum longu í fornkirkjuni og tíðliga í miðøld. Í renessansuni kundu kvøldmáltíðarmálningarnir teljast í túsundum. Nú skilji eg iki, hvussu Jóannes kann leggja Torbjørn undir at hava kopierað Michelangelo - eg kenni satt at siga ikki nakra kvøldmáltíðarmynd eftir hann, ið Jóannes kann sipa til. Men altartalvan hjá Torbirni er ein rættiliga frí parafrasa yvir tann gitna veggjamálningin eftir Leonardo da Vinci frá 1496-97 í Castello Sforzesco í Milano - eitt av heimslistarinnar høvuðsverkum. Og Torbjørn nevnir eisini málning sín Heilaga Kvøldmáltíðin. Hugkveiking: Leonardo Da Vinci. At gera parafrasu er vælkent í myndlistaheiminum, eins og umyrking ella leyslig týðing í skaldaheiminum. Hetta hevur als einki við kopiering at gera, og ein og hvør, ið kennir verkið hjá Leonardo og hevur minstu hylling á myndlist kann síggja, at verkið hjá Torbirni er sera persónligt og sjálvstøðugt, og ber ikki á brá at vera avmynding. Men júst hugkveiking. Myndevnini - motivini - í heimslistini eru í roynd og veru ótrúliga fá, og tí eru tey eisini øll á ein hátt meira ella minni traditionel. Men myndevnið er eitt - listin er tað, ið um ræður. Ein skál við appelsinum ella ein genta, ið vaskar hár fara at vera góð myndevni, so leingi appelsinir og gentur eru til. Listafólk eru ymisk, hvør leggur dent á sítt. Jóannes hevst at Torbirni, at hann hugsar um symbolvirði - har fer hann skeivur, tað kundi Torbjørn als ikki funnið uppá. Men at Torbjørn Olsen ikki leggur dent á sálarliga dýpd, tað er rætt. Men hann hugsar nú einaferð meira málandi, og innarligheitin kemur annan veg. Torbjørn Olsen er litamálari - hann hevur serliga kenslu fyri litum, og hann hevur eisini serligar gávur at komponera við litflatum. Altartalvan í Haldarsvík er ein sera væleydnað kompositión, har litir, formar og stillar rørslur ganga upp í eina góða heild. Hon er sostatt eitt gott listaverk, og av tí stendst djúp kensla og innarligheit. >>Eg haldi ikki, at tað ber til at lesa nakra djúpa religiøsa kenslu burtur úr málninginum<< - tað er sjálvsagt ein tulkingarspurningur, sum hevur nakað við trúgv at gera. Sum Tróndur gamli segði á sinni: >>Kreddurnar eru so ymiskar<<. Men kirkjufólkið í Haldarsvík hevur nú fingið eitt høvuðsverk í føroyskari málningalist í sítt hús - tað er í øllum førum eitt vælsignilsi. Eitt korn hevur Jóannes funnið. Lýsingin av Judasi - >>døkki yvirkroppurin við sínum kreptu ørmum, minnir um frambeinini á eini sperdari rottu, tilbúgvin at leypa á<< - er beinrakin. Tað, hann sigur um, at >>dyrkan av tí reina, siðiliga, nossliga og vakra<< kann vera eitt vandamál, ið hóttir við at kvala listina, er eisini gott og rætt. Men tað merkir ikki, at vakurleikin ikki er til - honum fáa vit ikki forkomið, hvussu syrgilig politiska støðan enn er. Vakurleikin í hesi altartalvu er eftir mínum tykki als ikki tómur, men vellir stórbærur fram úr eini stórt hugsaðari kompositión. Nú skal eg taka upp annan tátt - um tað at stuðla list. Ja, her ber til at skjóta. Hvat stuðli til skapandi listafólk viðvíkur, er føroyskur politikkur síðan 1948 ein skomm. Ein køld og kynisk misnýtsla av hugagóðum idealistum, ið ofra sítt hjartablóð til tess at menna okkum sum tjóð. Tá ið heimastýrið kom í 1948, yvirtóku politikkararnir mentamál. Hví yvirtóku teir júst hesi mál, men ikki skúlamál? Sjálvsagt, tí teir ætlaðu sær ikki at brúka eitt oyra. Listafólkini arbeiddu jú ókeypis. Tey yrktu, skrivaðu og málaðu, spældu sjónleik og tónleik - hetta gekk jú av sær sjálvum. Gamaní, fyri skomm skyld kom eitt eiti av einum mentanargrunni, hann var ongantíð annað enn ein píningur og ein háð. Onkur slunkin og pírin bókmentaprísur. Okkara donsku vinir varnaðust brátt, hvussu føroyingar misrøktu sína skyldu ímóti listafólkunum. Og teir hava verið fúsir at hjálpa. Danska mentamálaráðið virkar ikki í Føroyum, tí mentamál hava vit yvirtikið. Tey skiftandi stýrini fyri Statens Kunstfond vita væl, at tey eiga ikki at blanda seg uppí føroyskan >>mentanarpolitikk<<, og at tað er ikki teirra uppgáva at stuðla her, men tey orka ikki at lata um seg ganga, at føroyska politiska valdið sleppir sínum dugnaligu listafólkum upp á fjall. Eitt slíkt barbarí kanst tú sjálvsagt ikki hava í einum mentaðum ríki. Og sum tú veitst, Jóannes, hevur hesin grunnur stuðlað mongum føroyskum listafólkum gjøgnum árini. Eg sigi ongan illa fyri at taka ímóti (tað havi eg sjálvur gjørt), men hetta er í roynd og veru dupultmoralskt og vanæruligt. Vilja vit ikki stuðla okkara listafólkum, eiga vit at gera eina avtalu við Danmark, um at teir yvirtaka hendan part av mentamálunum aftur - veit meintu einki við teimum. Men í góðum heimastýrisanda látast politikkarar okkara sum einki. Danir betala, er so ikki alt í lagi? >>Heimastýrislógin er góð<< sigur okkara størsti politiski flokkur - >>vit síggja onga orsøk til at broyta hana<<. Her kundi ein skotríð farið - men hvørjum skýtur Jóannes Nielsen eftir? Helga Fossádal! Eftir einum av teimum fáu røttu listastuðlunum - mæsenunum - vit hava í dag (kanska tí einasta). Mangur myndlistamaður man standa ovfarin og spurin eftir hesa grein. >>Í nógv ár hevur hann verið eitt slag av tænastumanni fyri føroyska málningalist<<. Hetta veit eg einki um - føroysk list hevur ongan tænastumann. Men hesin idealistur hevur stuðlað og hjálp bæði her og har - fúsur, góður í ráðum og stórtøkin. Hann hevur veitt listafólkum innivist, givið teimum arbeiðsumstøður og arbeiðsfrið. Eg skal siga so mikið vegna føroysk myndlistafólk, at hevði hann ikki verið, hevði mangt verið ógjørt. Og til tey speirekandi og niðrandi orðini um, at Helgi vil >>bjarga sær eitt standipláss í søguni<<, skal eg siga, at tað eyðkennir Helga, at hann altíð stuðlar ljódliga. Hann vildi heldur ikki hava kunngjørt, at hann hevði givið heimbygd síni eina altartalvu, sum ein listamaður, ið eisini er ættaður úr Vík, hevði málað. >>Fyri alt í verðini mugu vit gevast við at grenja<<. Væl sagt, Jóannes. Bárður Jákupsson Áki bertholdsen Gongst illa at fáa fólk at sløkkja eld Í summum bygdum í Suðuroynni er at kalla ómøguligt at fáa fólk at manna sløkkiliðið. Og kommunurnar hava ikki ráð at senda teir, sum eru, á skeið, at læra at sløkkja eld Fyri kortum kom eldur í eini hús í Hvalba. Ein einasti sløkkiliðsmaður er í Hvalba - men hann var í Havn eitt ørindi. Hvalbingar, sum komu til, gjørdu klárt at oysa vatn á. Men av tilvild var ein sløkkiliðsmaður av Tvøroyri staddur í Hvalba í arbeiðsørindum. Og hann fekk tosa teir frá at oysa vatn á, tí sum umstøðurnar vóru, hevði tað gjørt nógv størri skaða enn gagn. Fleiri sløkkiliðsmenn komu síðani av Tvøroyri og fingu skjótt sløkt. Skaðin var lítil og ongin... Vónleyst at fáa fólk Hetta er ein talandi mynd av, hvussu ring støðan er í norðara parti í Suðuroy, tá ið tað kemur til sløkkiliðsarbeiði. Áki Dimon á Tvøroyri, sum er brandmeistari í Tvøroyrar- og Hvalbiar Kommunu, sigur, at tað er sera trupult at fáa fólk at manna sløkkiliðini. Í Tvøroyrar kommunu eru Øravík, Tvøroyri og Froðba. Í Hvalbiar Kommunu eru Hvalba og Sandvík Áki Dimon sigur, at serliga í Hvalbiar Kommunu hevur verið sera trupult at fáa fólk, hóast søkt er fleiri ferðir eftir fólki ­ Tað hava verið fýra mans í sløkkiliðnum í Hvalba, sum allir høvdu verið á roykkavaraskeiði. ­ Men nú er bara ein eftir, tí allir hinir, tríggir eru farnir til skips o.s.fr. Men har verður framvegis roynt at fáa løkkiliðið mannað. Brandmeistarin sigur, at tað skulu helst verða einir fýra mans í sløkkiliðnum í Hvalba Á Tvøroyri hevur eisini verið trupult at fáa fólk fyri teir, sum eru eru farnir at eldast, ella eru farnir. Men har hevur tað eydnast at fáa fýra nýggjar mans, so har er støðan ikki so vánalig Sleppa ikki á skeið Men Áki Dimon sigur, at manningartrupulleikin er ikki tað einasta, tey hava at dragast við. ­Eitt er at hava fólk. Eitt annað er at læra teir, hvussu teir skulu bera seg at, táið eldur kemur í. ­ Og tað vísir seg, at vera sera trupult at fáa fígging til at senda sløkkiliðsmenninar á skeið. Og hetta heldur brandmeistarin er ein sera stórur trupulleiki. Áki Dimon sigur, at teir fýra, nýggju mennninir á Tvøroyri eru ikki slopnir á skeið, og útlitini fyri at teir sleppa á skeið, eru smá. Hann sigur, at tað er kommunan, sum eigur at betala skeiðið. Men kommunan sigur bart út, at hon hevur ikki ráð. Tí verða nú aðrir útvegir royndir. M.a. at fáa tryggingina at betala fyri skeiðini. Tað heldur hann hevði ikki verið órímiligt, tí tryggingin er tann einasta, sum fær nakað sum helst burturúr, at eldur verður sløktur. Áður er tosað við landsstýrið um trupulleikan, men har er onki hent. Annars heldur hann, at tað er nógv fyri, at vit hava ein brandskúla norðuri við Áir, sum vit ikki hava ráð at brúka. Og hann saknar eina avgerð um, hvør hevur ábyrgdina av, tá ið kommunan ikki megnar tað. At verða sløkkiliðsmaður er sjálvboðið, men teir fáa tímaløn tað tíðina, teir eru til arbeiðis og á skeiði. FSF ætlar at verða vertur fyri altjóða kapping á graslíkinum í Gundadali Fótbóltur: Mótstøðulondini í EM undankappingini fyri U-16 landslið hava tikið av innbjóðing um at spæla í Gundadali. Gongur, sum Fótbóltssambandið ætlar, so verður ein altjóða fótbóltskapping á graslíkisvøllunum í Gundadali seinni í ár. Tað snýr seg um EM undankappingina fyri U-16 landslið. Lutakastið til undankappingina var 18. desember, og Føroyar komu í bólk við Noregi, Finnlandi og Wales. Dagin eftir lutakastið heitti FSF á fótbóltssambondini í hesum trimum londunum um at taka undir við, at kappingin verður spæld á graslíkisvallunm í Gundadali, og bæði Noreg og Wales hava svarað, at tey vilja fegin koma til Føroya at svara. Finnland hevur ikki svarað. Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur, at teir hildu tað vera upplagt, at føroyingar bjóðaðu seg fram sum vertir, tá tað var greitt, hvørji mótstøðulondini fóru at verða í hesari kappingini: ­ Tá vit í 1993 vóru vertir fyri NM kappingini fyri U-16 landslið luttóku øll hesi trý londini í kappingini. Tá var spælt á graslíkisvallunum í Gundadali, og tað vil siga, at norðmenn, finnar og walisar kenna allir til umstøðurnar í Havnini, bæði tá tað ræður um vallirnar og um umstøðurnar fyri uppihaldi og øðrum, sum er av týdningi í sambandi við eina sovorna kapping. Fyrireikingarnar til NM kappingina í 1993 fingu avbera gott skoðsmál frá teimum, sum tóku lut. Alt gekk uppá stás, og tað er einki at ivast í, at tað hevur talt nógv, tá bæði norðmenn og walisar hava tikið undir við at koma til Føroya. UEFA skal geva grønt ljós Europeiska fótbóltssamgongan avgjørdi í 1986, at allar altjóða kappingar skuldu ganga fyri seg á náttúrugrasi. Tað hevði m.a. við sær, at føroyingar noyddust at spæla fyrstu dystirnar í altjóða kapping í Landskrona í Noregi. FSF royndi tá at fáa undantaksloyvi, men UEFA var hvørki at høgga ella at stinga í, og tí vórðu eingir dystir í Føroyum, fyrrenn grasvøllurin á Svangaskarði var klárur. At NM kappingin fyri U-16 landslið í 1993 var í Føroyum hevði einki við UEFA at gera. Hetta var ein kapping, sum norðurlendsku fótbóltssambondini høvdu ábyrgdina av. Tað er ikki avgjørt, um kappingin verður í Føroyum ella ikki, men tað kann ikki sigast annað, enn at Fótbóltssambandið hevur arbeitt sera hegnisliga í hesum málinum. Áðrenn teir settu seg í sambandi við UEFA syrgdu teir fyri at tvey av trimum mótstøðulondum góvu til kennar, at tey vilja koma til Føroyar at spæla á graslíki. ­ Nú hava vit kunnað UEFA um ætlanirnar hjá okkum, og hvat Noreg og Wales hava svarað. UEFA vísti okkum á, hvør almenna støðan hjá teimum er til undirlagið, sum altjóða kappingar skulu spælast á, og teir bóðu okkum senda eina umsókn um undantaksloyvi. Umsóknin skuldi stílast til stadionnevndina hjá UEFA, og hon er farin avstað, sigur Ísak Mikladal. Týdningurin Tað ber ikki til at hava eina sovorna kapping á Svangaskarði, tí talan er seks dystir, sum skulu fáast frá hondini eftir nøkrum fáum døgum, og tað hevði verið ov nógv at spælt á einum og sama grasvølli. Men hví leggja tit so nógva orku í at verða vertir fyri slíkum kappingum, tá tað krevst undantaksloyvi? ­ Vit halda tað vera nátúrligt, at vit viðhvørt eru vertir, tá vit taka lut í kappingum og ferðast í øðrum londum fyri at spæla. Ítróttarliga halda vit, at tað hevur stóran týdning ­ fyri spælararnar, FSF og fótbóltshugaðu føroyingarnar ­ og tað hevur eisini nógv at siga fíggjarliga, sigur Ísak Mikladal, sum saman við nevndini í FSF bíðar í spenningi eftir, hvørja niðurstøðu UEFA fer at koma til: ­ Vit vita, at vit megna at standa fyri einum tiltaki av hesum slagnum. Tað hava royndirnar lært okkum. Men vit vera ikki vónsviknir, um vit ikki fáa vertsskapin. Vit hava víst ein góðan vilja, og tá mótstøðulondini hava víst áhuga fyri at koma henda vegin, so ber tað ikki til hjá UEFA at skjóta seg inn undir, at fótbóltssambondini í hesum londum ikki vilja víkja frá galdandi ásetingum. Um UEFA ikki vil geva okkum undantaksloyvi, so má onkur onnur undanførsla nýtast, enn tá teir noktaðu landsliðnum at spæla á Svangaskarði í 1991, men nú fáa vit at síggja. U-18 landsliðið er komið í bólk saman við Estlandi, Noregi og Týskalandi. Týskararnir hava bjóðað seg fram sum vertir fyri kappingini, og tað hava teir í Estlandi tikið undir við. FSF hevur einki ímóti, at kappingin verður í Týskalandi, og tí bendir alt á, at hon verður har. Bæði EM undankappingin hjá U-18 og hon hjá U-16 landsliðunum skulu avgreiðast í oktober mánaði. VB tekur av Intertoto-Cup avbjóðingini Fótbóltur: Vágbingar fara at gera eina roynd at sleppa spæla heimadystin Intertoto-Cup kappingini í Hvalba Vágbingar vóru annað árið á rað við í toppinum í bestu fótbóltdeildini í fjør. Fyri tveimum árum síðani náddu teir ikki fram millum liðini, sum vunnu sær rætt at luttaka í europeiskum kappingum, men í fjør eydnaðist tað at enda á einum fjórða plássi, og tað hevur við sær møguleika at spæla við í Intertoto-Cup. Men tað er eingin loyna, at Intertoto-Cup hevur verið tann minst lokkandi kappingin av øllum teimum, sum UEFA skipar fyri, og áður hevur B71 takka nei til at luttaka í hesi kapping. Men hóast stórur ivi hevur verið um luttøkuna hjá VB, og allir vágbingar sjálvir ikki hava havt hug at melda til kappingina, er nú greitt, at VB verður við í hesi kapping. Avgerðin er tikin nakað síðani, og nú kemur tað sum ein kærkomin hjálp hjá vágbingum, at UEFA hevur broytt kappingina. Vit bóru tíðindini um hesar broytingar í blaðnum týsdagin, og tær hava við sær, at luttøkan verður minni krevjandi bæði ítróttarliga og peningaliga, tí nú verður talan um Cup-skipan frá byrjan av. Hevur kravt nógv av feløgunum Áður hevur tað verið soleiðis, at spælt hevur verið í innleiðandi bólkaspæli, har fimm lið hava verið í hvørjum bólki, og so hava tey spælt einaferð móti hvørjum øðrum. Í hesi skipan hava føroysku liðini á hvørjum ári havt tveir heimadystir og tveir útidystir. Og tá samsýnginin hjá UEFA ikki hevur verið tann sama, sum í øðrum kappingum hjá felagsskapinum, hevur Intertoto-Cup kravt nógv av feløgunum fíggjarliga. Tað hevur eisini verið ein risastór ítróttarliga avbjóðing at spæla fýra europeiskar dystir, tá aðrir spælarar hava summarfrí. Bæði HB og B68 hava sannað, at tað kostar. Alt hetta hevur havt við sær, at vágbingar hava ivast í, um teir nú skuldu taka av tilboðnum um at spæla í Intertoto-Cup. Men tað ætla teir at gera, og tá FSF 30. januar skal gera tilmeldingina, verður hon gjørd við VB, sum føroyskum luttakara. Kærkomnar broytingar UEFA hevur gjørt av at broyta Intertoto-Cup kappingina, og tað fegnast tey um í Vági, tí nú fer kappingin at krevja minni av felagnum. Felagið skal spæla ein heimadyst og ein útidyst, og vinna teir samanlagt sleppa teir longri við í kappingini. Fyri hvørt umfar, sum VB sleppur at luttaka í fáa teir 50.000 sveisarfrankar (svarandi til umleið 240.000 krónur), og tað eru nógv betri fíggjarligar treytir enn tær hava verið fyri kappingini. Ítróttarligi parturin er eisini vorðin áhugaverdari nú, tí feløg úr teimum stóru europeisku londunum koma ikki við í Intertoto-Cup kappingina fyrrenn í triðja umfari, og tí kemur VB ikki at møta teimum sterkastu liðunum í kappingini. Fyrsta umfar í Intertoto verður spælt 20. og 27. juni, og hesin seinni dagurin er leygardagurin á jóansøku. Vágbingar ætla sær at gera eina roynd, at sleppa at spæla heimadystin á grasvøllinum í Hvalba. Hesin vøllurin er ikki góðkendur til slíkar dystir, og tað skal hann gerast, um VB skal spæla á honum. Ymsar treytir skulu lúkast, áðrenn vøllurin kann góðtakast av UEFA, og ein treyt, sum helst verður størsta forðingin, er støddin á vøllinum. Men VB er sinnað at gera eina roynd fyri at fá vøllin góðkendan, og tað hevði verið ein framúr gáva til Suðuroynna, at VB spældi Intertoto-Cup dyst í Hvalba á jóansøku. Landið skal eiga Føroya Banka Á fundinum millum Poul Nyrup Rasmussen og Javnaðarflokkin varð eisini tosað um Føroya Banka - Føroya Banki er vorðin eitt aktivt fyri landskassan, og vit halda, at hann skal gerast eitt enn betur aktiv, tá ein møgulig oljuvinna fer at taka seg upp, sigur Jóannes Eidesgaard. - Tí ávaraðu vit ímóti ætlanunum hjá borgarliga landsstýrinum um at privatisera bankan. - Skal hann privatiserast, so skal tað ikki gerast, fyrr enn hann er vorðin eitt veruligt aktiv, og hevur latið landinum pengarnar aftur, hann hevur kostað. - Tá kann hann seljast - og fyri rætta kursin. Hesi sjónarmið skilti forsætisráðharrin væl, sigur Jóannes Eidesgaard. Ein fundur loysir ikki allar trupulleikar - Tað er greitt, at hetta krevur ein innsats frá báðum pørtum, men vit hava sett hol á trupla samstarvið millum danska og føroyska Javnaðarflokkin, segði Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins eftir fundin, flokkurin hevði við forsætisráðharran í gjár - Vit fingu greitt forsætisráðharranum frá okkara ónøgd viðvíkjandi bankamálinum, og har fóru vit eisini inn á rættuliga nógvar smálutir í málinum. Vit vistu kortini framman undan, at Poul Nyrup Rasmussen ikki kundi koma við nøkrum serligum aftursvari, tí sum hann og øll hini siga, at vit mugu bíða til úrslitið av bankakanningini er greitt. Hetta segði Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksin eftir fundin millum danska og føroyska Javnaðarflokkin á Hotel Hafnia í gjár. Jóannes Eidesgaard sigur, at trygdin fyri at ríkisfelagsskapinum skal verða lív laga, er at partarnir viðra hvønn annan. - Tað er komin bruni í ríkisfelagsskapin, og skal hesin bruni ikki vaksa til ein svull, so krevur tað ein innsats frá báðum pørtum, sum byggir á respekt hvør móti øðrum. Hetta er fyrstu ferð, at Javnaðarflokkurin hevur havt høvi at greiða forsætisráðharranum frá uppskotinum um eina sjálvstýrislóg, sum Javnaðarflokkurin hevur tosað um seinnu árini. - Vit góvu honum eintak av uppskotinum um setan av sjálvsstýrislóg, og greiddu honum frá, at vit í løgtinginum arbeiða við at fáa ein meiraluta við einara loysn, sum breiddin av løgtinginum kann taka undir. - Vit greiddu honum eisini frá, at sum málið liggur í løtuni, so eru tað teir víðgongdu flokkarnir í ríkismálinum, Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, sum liggja uttanfyri, og at vit arbeiða fyri at fáa eina breiða semju, sigur Jóannes Eidesgaard. Á tíðindafundi á Hotel Hafnia týskvøldið segði forsætisráðharrin Sosialinum, at hann ikki fór at siga nakað um, hvørja støðu hann hevur til hesi viðurskifti, men hann helt, at hetta átti ein breiður politiskur meiriluti á tingi at taka støðu til. - Forsætisráðharrin skilti væl okkara sjónarmið, men hann segði seg ikki kunna koma við nøkrum svari, sigur Jóannes Eidesgaard, sum leggur afturat: - Hann segði seg verða tiknan av seingini í hesum máli, sum hann ikki hevði kunnað sett seg inn í áðrenn fundin. Jóannes Eidesgaard gav eisini forsætisráðharranum eitt eintak av bókini >>Fylking<<, sum Jóannes Dalsgaard hevur skrivað. Hann bað forsætisráðharran blaða upp á blaðsíðu 70, har ein mynd var av Stauningi og umboði fyri fakrørsluna á Tvøroyri. - Eg segði honum, at soleiðis átti eitt samstarv at verið millum tveir brøðraflokkar, og at soleðis virkaði tað í tríatiárunum. Tá vóru skip kallað upp eftir Stauningi og eftir Hans Nielsen, sum eisini var danskur fólkatingsmaður í tríatiárunum. Jóannes Eidesgaard segði eisini, at forsætisráðharrin ikki var samdur við øllum, sum Javnaðarflokkurin førdi fram. - Tað er klárt, at hann hevur sítt at verja, men á henda hátt fingu vit høvi at greiða honum frá okkara støðu, og so fær hann nakað at hugsa um. - Eru viðurskiftini millum flokkarnar báðar so í lagi aftur nú? - Nei, tað er ov naivt at halda, at hetta bara kann ornast við einum fundi. Tað krevur meira arbeiði enn so, og ein innsats frá báðum pørtum. Men vit hava nú fingið sett hol á, sigur Jóannes Eidesgaard. Á fundinum formaður danska Javnaðarfloksins eisini at vita, at um føroyski Javnaðarflokkurin aftur fær eitt fólkatingsumboð, so fer tað ikki av sær sjálvum bara at detta inn í hópin hjá danska Javnaðarflokkinum. - Vit vilja tá tryggja okkum, at vit tá fáa ein týðandi leiklut í øllum málum, sum hava við føroysk viðurskifti at gera, segð formaðurin í føroyska Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard. - Eg eri fegin um fundin. Vit høvdu fyrireikað okkum væl - og eg haldi, at vit hava fingið væl burtur úr. Vit hava nú avtalað tættari samstarv í framtíðini, og at verða skjótari at tosa saman, tá trupulleikar stinga seg upp, heldur enn at tosa gjøgnum fjølmiðlarnar, segði Jóannes Eidesgaard at enda aftan á fundin, sum tingmanning og starvsstjórn Javnaðarfloksins og umboð fyri Sosialistiskt Ungmannafelag høvdu við Poul Nyrup Rasmussen. - Havi lurtað við áhuga Forsætisráðharrin hitti í gjár føroyska Javnaðarflokkurin, sum greiddi honum gjølla frá ónøgdina við donsku stjórnina og danska Javnaðarflokkin - Vit hava havt ein góðan fund, ein opinskáraðan fund, har føroyski Javnaðarflokkurin hevur havt høvi at føra fram sín kritikk. Hetta sigur danski forsætisráðharrin og formaðurin í danska Javnaðarflokkinum, eftir fundin við føroyska Javnaðarflokkin. Seinastu árini hava báðir brøðraflokkarnir ikki sitið ov væl um sátt, men seinnapartin í gjár fingu teir kortini høvi at tosa saman. - Vit hava eisini tosað um bankamálið, og Javnaðarflokkurin hevur greitt mær frá teirra hugsan um gongdina síðani 1993. Hetta havi eg noterað mær, men vit eru eisini vorðnir samdir um, at vit mugu bíða við bankamálinum, til bankakanningin veðrur almannakunngjørd 16. januar, segði hann. - Men standa føroyski og danski Javnaðarflokkurin nú saman - øksl móti øks,? - Nei, tað gera vit kortini ikki. Men eg eri sera fegin um, at føroyski Javnaðarflokkurin, Jóannes Eidesgaard, Marita Petersen og hini - heva tosað so beinleiðis við meg - eisini kritiskt, sigur forsætisráðharrin. Hann leggur afturat, at júst hetta er grundarlagið fyri, at komast kann víðari í málinum - og at vit kunnu finna eina loysn. - Men havt var á fundinum størsta ósemjan um? - Tað vóru settir rættuliga nógvir spurningar, og eg havi skilt kritikkin frá Javnaðarflokkinum, men eg eri kortini ikki samdur í øllum. Nógvu tíðindafólkini, bæði donsk og føroysk, vildi fegin vita, hví forsætisráðharrin ikki hevði svarað brøvum frá fyrrverandi formanni Javnaðarfloksins, Atla Dam og núverandi formanninum, Jóannes Eidesgaard. - Nu starter vi på en frisk..., segði hann, og meinti, at nú skuldi lýtast frameftir. MFS vil ikki misnýtast av fjølmiðlunum Tí søgdu tey lesandi >>nei-takk<< til innbjóðingina frá Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra - Við at bjóða okkum til kjakfund mitt í próvtøkutíðini í januar, og við so stuttari freist, gav forsætisráðharrin okkum ongar møguleikar fyri at vit kundu fyrireikað okkum til fundin, og tí dugdi vit ikki at síggja nakra meining í fundinum. Hetta sigur Flóvin Eidesgaard, sum er formaður í Meginfelag Føroyskra Studenta. Hann sigur, at tey í MFS tí ikki halda innbjóðingina vera seriøsa, og fata tey tí ikki fundin sum annað enn ein sjarmuoffensivur hjá Poul Nyrup Rasmussen til heiðurs fyri fjølmiðlarnar við føroyskum lesandi sum statistum. - Hesum vilja vit sum felag ikki vera við til, men annars blanda vit okkum ikki í, hvat tey lesandi á Fróðskaparsetrinum gera. Flóvin Eidesgaard sigur, at MFS ikki hevur hugsað um bankakanningina, og sigur einki samband vera millum hesa og støðuna hjá felagnum. - Hetta snýr seg bara um ynski okkara ikki at verða blandað í tað, sum vit meta sum ein sjarmuoffensiv. MFS vónar ikki, at tað, ið frammi hevur verið í fjølmiðlunum gevur fólka aðra fatan, og at felagsskapurin fegin hittir øll, ið vilja hava felagið á tal, og sum halda, at tað tænir einum góðum endamálið. - Tey føroysku lesandi hava ongantíð boykotta forsætisráðharran, og MFS harmast um, at felagsskapurin kortini eru misnýttur í fjølmiðlunum at píska ein stemning upp bert fyri at skaða viðurskiftini millum Danmark og Føroyar, sigur Flóvin Eidesgaard, formður í MFS at enda. Føroyskir politikarar gera av framtíðarstøðu Føroyar - Eg havi ta fatan, at føroyskir politikarar sjálvir gera av, hvørja skipan teir vilja hava við Danmark, so taki eg støðu út frá tí, seg Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri Poul Nyrup Rasmussen vil ikki blanda seg í, hvørja skipan føroyski Javnaðarflokkurin ynskir at hava við Danmark Mynd: Jens Kristian Vang Tað vóru serliga teir útlendsku fjølmiðlarnir, ið royndu at tráspyrja forsætisráðharran um bankakanningina og harvið um tíðarskeiðið var tað rætta at fara til Føroya nú. Men tí ivaðaðist forsætisráðharrin ikki í. Í ár verður heimastýrislógin 50 ár, og komandi løgtingsvalið fer uttan iva at verða merkt av turbolentu viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Tí spurdi Sosialurin forsætisráðharran, um hann tekur undir við føroyska Javnaðarflokkinum, ið tosar um størri sjálvræði? - Nú haldi eg ikki, at tað er rætt av mær at leggja meg út í hesi viðurskiftini. Tað er ikki rætt, hvørki yvir fyri føroysku politikarunum ella teimum grønlendsku, segði Poul Nyrup Rasmussen á ein rættuliga diplomatiskan hátt. - Eg havi ta fatan, at føroysku politikararnir sjálvir eiga at gera av, hvørja skipan teir ynskja at hava við Danmark - hvør hugburður teirra er til hesi viðurskifti, og so taki eg støðu út frá tí, segði forsætisráðharrin, ið týðuliga vildi sleppa undan at gera beinleiðis viðmerkingar til hesi viðurskifti. Vit spurdu eisini forsætisráðharran, um hann roknaði við at kunna bøta um spentu viðurskiftini millum føroyska og danska Javnaðarflokkin, tá hann í dag (mikudag) skal hitta føroyska Javnaðarflokkin. - Hetta er ein fundur, sum eg gleði meg rættuliga nógv til, segði forsætisráðharrin, sum var ivaleysur í, at bæði hann og føroyski Javnaðarflokkurin fóru at fáa nakað burtur úr fundinum. - Men hvat eg fari at tosa við Jóannes Eidesgaard um, tað má bíða til eg hitti hann í morgin - og tá hava tit aftur høvi at tosa við okkum, segði Poul Nyrup Rasmussen. Tá Jonathan Motzfeldt, ið tykist duga væl at bera seg fram, royndi at grundgeva fyri, at tað vóru onnur viðurskifti í ríkisfelagsskapinum, enn bankakanningin, sum høvdu stóran týdning, var tað ein danskur tíðindamaður, sum spurdi Edmund Joensen, hvussu tað bar til, at Jonathan Motzfeldt tyktist vera meira sambandssinnaður enn Føroya Løgmaður. - Loysing frá Danmark gevur onga meining - hetta vita vit øll. Vit hava eisini søgulig bond við Danmark, sum røkka heili 600 ár aftur í tíðina, hetta er ikki nakað, vit bara soleiðis kunnu slíta. Tí krevur tað ein innsats frá øllum pørtum, at vit kunnu samstarva, og er ríkisfundurin gott høvi til tess. Her kunnu vit halda sambandið hvør við annan, og hetta prógvar eisini, at vit kunnu standa væl saman. - Tað er eisini ein stórur fyrimunur fyri okkum, sum eitt lítið samfelag, at kunna samstarva við eina størri skipan - sum danska samfelagið. Hesum fáa vit nógvar fyrimunir av, og hetta er ikki nøkur útreiðsla fyri danska ríkið, sum í heimshøpið fær stórar fyrimunir, tí tað verður so nógv størri í vavi, helt løgmaður, sum eisini helt, at hetta gav pørtunum uppaftur betur møguleikar at styðja hvønn annan. Ja til rennibreyt í høvuðsstaðnum - men ikki við Tórsvøll!!! Bæði eitt rættiligt fótbóltsstadion og rennibreyt eru íløgur, sum óivað fyrr ella seinni verða gjørdar í høvuðsstðanum - tað er natúrligt. Men fyrireikararnir av Tórsvallar-ætlanini gera eina fyri fótbóltin sera óhepna samanblanding, tá teir, hóast fleiri mótmæli, tvíhalda um, at rennibreyt skal leggjast við Tórsvøll og onga aðrastaðni. Teir vilja ikki so mikið sum umhugsa at leggja rennibreytina á øðrum staði, sum t.d. við eitt >>grøn<< landsstadion fyri frælsan ítrótt í høvuðsstaðnum, har hesir áhugaleikarar ótarnaðir høvdu kunnað skipað fyri sínum venjingum og tiltøkum. Hví endiliga við Tórsvøll? Tað undrar okkum mongu, ið hava stóran áhuga í føroyskum fótbólti, at fyrireikararnir halda so fast um, at rennibreytin má og skal leggjast við nýggja fótbóltsstadion'ið í høvuðsstaðnum. Enn er onki veruligt argument komið fram, sum talar fyri, at rennibreyt má leggjast júst inni í Føroya framtíðar fremsta fótbólts-landsstadion, heldur tvørturímóti. Tá hugsað verður um oyggjaleikirnar, sum vit kunnu rokna við at hýsa umleið 20. hvørt ár, kann ein Tórsvøllur uttan rennibreyt væl og virðiliga hýsa setanini og endahátíðarhaldinum. Tey lutfalsliga fáu, sum íðka frælsan ítrótt, skulu sjálvsagt hava so góðar umstøður sum gjørligt, men tað er órímiligt at lata fótbóltin, sum á hvørjum ári skal brúka (og gjalda) hetta stadion, líða undir einari feil-íløgu upp á umleið 60 milliónir krónur, sum aldrin gerst umaftur - hetta tí at nakrir ávísir fyrireikarar ikki vilja broyta sínar annars frálíku tekningar og modell. Ein hoyrir fólk tosa um at gera rennibreytina við Tórsvøll so smala sum gjørligt (møguliga við færri rennibreytum v.m.?) Hetta er tokutala og vil bert elva til, at hvørki fótbólturin ella frælsi ítrótturin fær røttu umstøðurnar. Vælsignaðir menn, síggið í eyguni, at tað er nógv betri fyri allar partar at leggja eitt bíligari >>grønt<< stadion fyri frælsan ítrótt aðrastaðni í høvuðsstaðnum, sum hevur rennibreyt í fullari altjóða breidd og tað, ið hartil hoyrir. Eitt slíkt anlegg krevur mestsum ongan rakstrarkostnað, og kundi dagliga verðið brúkt av rennarum og øðrum amatørum, uttan eftirlit og serligan kostnað, sum eitt landsstadion harafturímóti eigur at krevja av øllum sínum brúkarum. Tað skal vera løgið, um nakar fótbóltsáskoðari er ímóti, at eitt slíkt stadion fyri frælsan ítrótt verður gjørt í høvuðsstaðnum, og neyvan vil henda broyting gera ta samlaðu íløguna dýrari enn verandi Tórs-vallarætlan. Tað, sum føroyski fótbóltsáskoðarin ynskir, er heilt einfalt, at Føroya framtíðar fótbólts-stadion í høvuðsstaðnum verður fyrstafloks áskoðaravinarligt - ein sokallað >>grýta<<, har nakrir fáir túsund føroyskir áskoðarar skulu kunna hoyrast og merkjast, sum vóru teir fleiri tíggjutúsund í tali - og tað verður Tórsvøllur undir ongum umstøðum, um rennibreytin sleppur at liggja inni í hesum stadion. Ætla tit veruliga at brúka íalt uml. 60 milliónir krónur til at gera eitt landsstadion, sum ikki verður fyrstafloks fyri áskoðaran og harvið landsliðið? ætlar FSF veruliga at stuðla næstbestu loysnini? Eitt er heilt vist: Tá íløgan er sett í verk, vendist ikki aftur, so tað er nú fótbóltsfólkið má gera sína støðu galdandi. Útvarpssendingin nýggjársdag Ein dugnaligur og virkisfúsur tíðindamaður (ikki minst innan ítrótt) hevði nýggjársdag eina sending í Útvarpi Føroya um Landskrona, Svangaskarð og ætlaða Tórsvøllin. Tað er í lagi, at sending verður gjørd í útvarpinum um hetta mál, ið hevur stóran áhuga millum manna, men tað er ikki í lagi, tá tíðindamaðurin ikki lýsir allar síður av málinum um Tórsvøll. Fleiri ítróttaráhuga hava, bæði munnliga millum manna og skrivliga í bløðunum, gjørt var við sína ónøgd við, at rennibreyt verður løgd júst inni í okkara framtíðar fremsta fótbóltsstadion í høvuðsstaðnum, men nevnda tíðindasending tók ikki henda spurning upp á tungu. Ein tíðindamaður hevur skyldu at lýsa eitt mál frá so nógvum síðum sum gjørligt. Tað varð ikki gjørt í hesum føri. Ístaðin bleiv seinna helvt av sendingini meir ella minni ein reklamusending til frama fyri Tórsvøll - einki orð og ikki so mikið sum eitt spurnartekin við rennibreytina! Lærið av øðrum! Latið okkum taka fram nøkur dømi um vøllir við og uttan rennibreyt, har føroyskir fótbóltsleikarar hava spælt og spæla: 1.í tí lítla landinum San Marino er eitt stadion við rennibreyt, ið, so vítt eg minnist, ein ríkisleiðari í einum grannalandi hevur givið hesum landi sum gávu. Føroyska landsliðið spældi her í oktober 1995 og vann dystin 3-1. Vit minnast, at Todi gjørdi øll málini fyri Føroyar. Men vit minnast eisini, hvussu stórt og óegnað stadion'ið var til eina so lítla tjóð sum San Marino. Tað merkist heilt týðuliga, at frástøðan frá áskoðarunum til leikararnar var alt ov stór, og eingin rættiligur fótbóltsdámur var. 2.Í hesi seinastu undankappingini spældu Føroyar ímóti einari aðrari lítlari tjóð, Malta, sum eisini hevur eitt landsstadion við rennibreyt. Eisini her merktist týðuliga, at hóast teirra áskoðarar vóru ógvuliga spentir upp til tann dystin, gav hetta stadion teimum ikki nóg góðar umstøður til at leggja føroyska liðið undir trýst við røttum fótbóltsstemningi og dámi. Í einum tættari stadion uttan rennibreyt høvdu hesar umstøður verið heilt øðrvísi - og hvør veit, kanska eisini úrslitið. Tað eru jú teir smáu marginalarnir, sum eru avgerandi í fótbólti. 3.Føroyska landsliðið hevur neyvan nakrantíð spælt á vøllinum hjá Lyngby Boldklub, men hesin verður nevndur her, eftirsum hann var heimavøllurin hjá Toda Jónsson tey árini, hann spældi við Lyngby. Hesin vøllur, ið hevur rennibreyt, fær reinan dumpikarakter frá donskum fótbólts-serfrøðingum fyri sín út av lagi vánaliga fótbóltsdám. Heimaáskoðararnir hava, samanborið við onnur lið í donsku superliguni, lítlan og ongan møguleika fyri at seta dám á heimadystirnar hjá Lyngby. 4.Heimavøllurin hjá B68 (við síðuna av Tofta Leikvøllum) hevur rennibreyt, og tann áskoðari, ið hevur verið til dystir har, veit, hvussu keðiligt tað er at vera áskoðari til dystirnar har, tí frástøðan frá leikarum út til áskoðarar er ov stór. 5.Grikkar hava á Kreta eitt fótbóltsstadion uttan rennibreyt, sum í altjóða høpi ikki er serliga stórt. Tá føroyska landsliðið í november 1995 spældi ímóti Grikkalandi á hesum vølli, vóru umleið 10.000 áskoðarar, men av teirri orsøk, at hetta stadion er so tættbygt, gevur tað góðar umstøður fyri røttum fótbóltsdámi, og tí merktust hesir áskoðarar, sum vóru teir fleiri ferðir 10-túsund. Niðurstøðan av nevndu dømum er heilt greið, at ein lítil fótbóltstjóð sum Føroyar ikki eigur at leggja eina rennibreyt inn í sítt framtíðar fótbóltsstadion, men heldur skal satsa upp á eitt rættiliga >>tætt<< fótbóltsstadion, ið gevur 12. manninum, áskoðarunum, umstøður at virka sum ein veruligur stuðul. Trupulleikarnir hjá frælsa ítróttinum mugu og kunn, sum áður nevnt, loysast á annan hátt, ið ikki er til bága fyri fótbóltin, og sum eisini er betri og meira hóskandi fyri frælsa ítróttin. Við ítróttarkvøðu John William Joensen P.S.: Ein minni útbygging av Tofta Leikvøllum, har ein lættliga og bíliga kann byggja tak oman yvir øll áskoðaraplássini, vildi gjørt umstøðurnar á Svangaskarði munandi betri, bæði fyri leikarar og áskoðarar, og hevði harumframt hindrað tí vindi og veðri, ið ofta er har. Eri glaður fyri fundin Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt helt, at teir tríggir høvdu havt ein góðan fund, og at teir høvdu tosað væl saman Grønlendski landstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt segði, at hann var væl nøgdur við fundin. Hann takkaði Edmundi Joensen, fyri tað góðu móttøku, hann hevði fingið. Jonathan Motzfeldt legði dent á týdningin við ríkisfundinum. Hann segði millum annað: - Í hesum tíðum, har so nógvur ófriður og kríggj eru ymsastaðni í heiminum, haldi eg, at hesin fundur, sjálvt um tað er ein lítil fundur, skal uppfatast sum ein góður vilji at tosa saman. - Eg vil gjarna leggja afturat tí, sum forsætisráðharrin hevur sagt, at eg havi lagt dent á, at tosa um norðurlendskt samstarv. Fyri meg hevur tað týdning, at vit taka lut í norðurlendska samstarvinum, ikki minst í fundunum hjá forsætisráðharrunum, í norðurlandasamstarvinum. - Eg veit, at hetta gevur nakrar trupulleikar mótvegis samunum í Noregi og Svøríki, men eg vóni ikki, at tað verður nøkur forðing fyri, at vit í framtíðini kunnu verða við á hesum fundum. - Her hugsi serliga um, ta stóru broyting, sum er við at henda í samstarvinum millum Norðurlond og ES. Broytingin, sum hendir á hesum øki í løtuni, krevur, at vit verða við í samtalunum. Tíðindafólk spurdu Jonathan Motzfeldt, um tað fór at koma ein broyting í tilknýti Grønlands til ES. Hann svaraði: - Tað eru nú 16 ár liðin síðani Grønland tók seg úr ES, og vit verða verðandi uttanfyri. Okkara tilknýti til ES er ein sáttmáli, sum vit hava havt, síðani vit fóru úr samstarvinum. Henda sáttmála skulu vit í framtíðini gera alt fyri at bøta um. Vit fara ikki inn aftur í ES. Granskingararbeiði Jonathan Motzfeldt nevndi síðani limaskap Grønlands í Nato, og teirra samstarv við USA. Hetta arbeiðið skal í framtíðini halda fram gjøgnum donsku verjunevndina. - Vit fara í næstu viku verða við til, at arbeiða við ískoytisavtalum við USA. Hetta kemst av, at vit eru limir í Nato. - Hetta er eitt mál, vit í framtíðini skulu arbeiða meira við. Jonathan Motzfeldt tosaði eisini um týdningin við gransking. Hann hevði boðið føroyingum og dønum at verða við í einum samarbeiði á hesum øki. - Hetta granskingararbeiðið, skal ikki koma í staðin fyri ta gransking, sum er í løtuni. Í september í ár, verður ein umhvørvisráðstevna hildin í Nuuk, har umhvørviskommiserurin, Ritt Bjerregaard, fer at taka lut. - Tað hevur serliga stóran týdning fyri okkara lond, serliga Grønland og Føroyar, tí vit eru so nær knýtt at náttúrutilfeinginum. Búskaparliga, eru vit tætt knýtt at fiskivinnuni. Eisini arbeiða vit við at útvinna ráevni úr undirgrundini. Tí er henda gransking so týdningarmikil. Um undirgrundina segði Jonathan Motzfeldt, at hann var sera fegin um, at umsitingin av ráevnum í grønlendsku undirgrundini, nú verður flutt til Grønlands. - Hetta hevur stóran týdning fyri okkum. Jonathan Motzfeldt varð eisini spurdur, um grønlendska áhugan fyri loysing frá Danmark. Hann svaraði: - Í øllum londum, er ein náttúrligur áhugi fyri loysing. Líka síðani Hans Egede kom til Grønlands, eg haldi hann kom úr Noregi, hevur verið ein feril av loysingarhuga. Hetta kemur bara ikki uppá tal, tí tað er stórur meiriluti fyri ríkisfelagsskapinum. Jonathan Motzfeldt fór av landinum aftur í gjár til Danmarkar. Zakarias Wang Forsætisráðharrin er farin um mark Nú má eingin misskilja meg og halda, at eg havi nakað ímóti Nyrup. Eg kenni ikki mannin, men hann er helst ein góður hjúnafelagi og góður faðir hjá børnum sínum. Tað sum vit finnast at, er hansara lutverk sum forsætisráðharri í Danmark. Men eftir tí vit hava skilt, so fær hann fullan stuðul frá hinum donsku flokkunum í tí yvirgangspolitikki, sum hann rekur ímóti okkum. Okkum ger tað tí tað sama, um danski forsætisráðharrin eitur Nyrup ella okkurt annað, tí teir eru av sama súrdeiggi allir samlir. Hetta sóu vit eisini greitt tá eitt samt fólkating tók undir við at knúgva fólksins greiða dóm á fólkaatkvøðuni tann 14. september 1946. Vegna Fólkaítakið fyri tjóðfundi skal eg takka tykkum øllum fyri at tit eru komin oman á Vaglið henda trettanda dag jóla, og serliga skal eg takka øllum teimum, sum við sínum ídni hava gjørt tað møguligt at koma saman her í kvøld. Orsøkin til, at vit eru komin higar í dag, er tann at danski forsætisráðharrin er farin um mark. Fyri brátt trimum árum síðani, tann 1. mai 1995, fekk hann bræv frá skrivaranum hjá drotningini, har hann fekk greið boð um, at tað var hann, sum skuldi taka ímóti undirskriftunum hjá Fólkaítakinum fyri tjóðfundi. Hann hevði ikki meir enn hoyrt hetta, fyrr enn hann stakk halan millum beinini og boðaði frá, at hann avlýsti Føroyaferð sína sum skuldi havt verið nakrar fáar dagar seinni. Av tí at hann ikki kom higar, sendu vit undirskriftirnar til drotningina, sum so sjálvandi læt Nýruppi tær, men tann 14. september 1995 hevði hann tann frekleika at læta eitt av skrivstovufólkum sínum svara okkum, at vit ikki fingu tann tjóðfund, sum vit høvdu biðið um. Harvið fór hann um tað markið sum er millum rætt og órætt og gjørdi seg til ein brotsmann. Hetta viðgekk hann eisini í brævinum, tí hann segði, at hann ikki kundi vísa grundgevingum okkara aftur, men segði at tær vóru søguligar. Sjálvandi vita vit, at forsætisráðharrin ikki hevur nógva virðing fyri søguni, tí í hesum døgum er hann í holt við at avtaka tað danska ríkið, sum í meir enn túsund ár hevur verið frælst. Hann heldur helst, at frælsið hjá dønum er ein søgulig fornleivd, sum ongan týdning hevur í dag. Men hetta hevur hann rætt til at gera, um so er at hann fær undirtøku hjá tí danska fólkinum fyri hesum. Hin vegin hevur hann ikki rætt til at taka frælsið frá einum øðrum ríki. Sjálvur veit hann helst ikki hvat eitt ríki er. Hann er nú komin higar at halda ríkisfund, og tosar um at hann skal hitta tveir aðrar forsætisráðharrar, sum stýra javnbjóðis pørtum av ríkinum. Sum hann tosar skuldi man trúð, at hann heldur Føroyar vera eitt ríki og Grønland eitt annað. Hann sigur eisini, at ein heimastýrislóg er ein stýrisskipanarlóg. Men um so er at vit líta í eitt danskt lógarsavn, so stendur eingin heimastýrislóg har stýrisskipanarligar lógir standa. Skulu vit finna heimastýrislógina, so noyðast vit at leita har sum lógirnar um kommunalt sjálvstýri standa. Tí kemur hann ikki higar at hitta javnbjóðis partar, men kemur sum yvirmaðurin at hyggja eftir, um kommunustýrisformenn hansara duga nóg væl at útinna hansara harraboð. Hetta hevur hann ongan rætt til, og tí er hann farin yvir um alt sømuligt mark. Hann hevur brotið fólkarættin við at halda at hann - eftir at vit hava kravt at fáa frælsið og útinna tað við at velja ein tjóðfund - framvegis er okkara forsætisráðharri og kann hóreiggja sær so sum hann gjørdi fyri tann 9. juni 1995 tá hann kundi selja okkum ein banka fyri at styrkja støðu sína í Danmark. Hesir dagar eru farnir. Tá hann nú kemur til ríki okkara og sigur seg vera forsætisráðharri okkara, er tað bert tí at hann nýtir vald sítt til at halda eitt annað ríki undir valdi sínum. Hetta er ikki ókent í søguni. Vit hava t.d. eitt dømi sum tað at Hitler ímóti fólkarættinum nýtti hermegi sína til at taka valdið yvir Noregi og har seta eitt stýri á stovn undir leiðslu av tí dugnaliga herovastanum Vidkun Quisling. Quisling hevði bert valdið av tí at týska stjórnin stuðlaði hann við vápnum og pengum. Somuleiðis hava tey kommunalu stýrini í ríki okkara bert valdið av tí at danska hermegin og danski ríkiskassin stuðla teimum. Øll vit sum her standa, vita fullvæl, at hevði Nyrup ikki síðani 9. juni 1995 goldið triggjar milliardir til okkara heimastýri, so hevði tað ikki verið til í dag, og so var tað eingin av landsmonnum okkara, sum hevði ivaðist í at einasta gongda leiðin hjá okkum var frælsisleiðin. Samstundis vita vit, at tann danski stuðulin ger, at okkara vinnulív ikki er kappingarført. Hetta er atvoldin til, at tað ikki ber til hjá ungum evnagóður fólkum at fara undir nýggj virki. Øll vita, at skal einum landi verða lív lagað, so er tað neyðugt støðugt at fáa nýggj virki í staðin fyri tey, sum av ymsum orsøkum fara av knóranum, men hetta sleppa vit ikki til í ríki okkara orsakað av tí donsku peningaligu uppíleggingini í okkara innanríkispolitikk. Tað er hetta, sum er atvoldin til, at túsundtals av landsmonnum okkara hava verið noyddir at rýmt av landinum fyri at yvirliva. Hetta er hent meðan vit síggja, at onnur lond av somu stødd sum okkara klára seg avbera væl, og at heimastýrisrespiratorurin soleiðis oyðileggur lív og lagnu okkara, tí fáur man ivast í, at tæri í tjóð okkara er eins gott og hjá nakrari aðrari tjóð. Hetta sæst eisini av tí, at meðan land okkara undir byrðuni av heimastýrisskipanini og blokkinum ikki kann klára seg, so fáa landsmenn okkara arbeiði og standa seg óføra væl so títt og knapt teir eru komnir burtur úr hesum neyðardýpi, sum Nyrup hevur okkum gangandi í. Tað er ikki av tilvild, at tað í einum donskum blað stóð ein grein sum æt: "Hjælp Danmark - fang en færing". Og Nyrup hevur ikki bert fangað ein, men hevur fangað okkum allar samlar. Tað sum skal til hjá okkum er sostatt frælsi, men tað sýtir forsætisráðharrin okkum, hóast hann væl veit, at vit hava fullan rætt til frælsi okkara. Hann veit eins væl og vit, at vit ikki altíð hava verið saman við Danmark. Hann veit, at tað ríki, vit vóru ein partur av, gjørdi ein fullgyldugan altjóða sáttmála við Danmark, sum segði, at hóast ríki okkara var saman við Danmarkar ríki, hevði tað fullkomuliga sama rætt sum hetta ríki. Hann veit eisini, at hansara heimild til at stýra okkum fram til 9. juni 1998 var ein stýrisskipanarlóg, sum vit sjálvi høvdu samtykt og sum sigur at kongur skal hava alt vanligt útinnandi og lóggevandi vald, men ikki rætt at gera eina nýggja stýrisskiparlóg. Hann veit, at orsøkin til at hann er forsætisráðharri er tann, at tað danska fólkið í sínari tíð heitti á kong um at fáa frælsi og ein tjóðfund at gera sína stýrisskipan. Danska fólkið hevur heimilað honum at stýra Danmarkar ríki, og fram til 9. juni 1995 hevði hann eisini heimild til at stýra ríki okkara. Hann veit eisini, at henda dag misti hann heimildina til at stýri okkum, og bert við at bróta tann altjóða sáttmála, sum Danmark hevur gjørt við okkum um at vit hava sama rætt sum danska ríkið til at stýra okkara egnu viðurskiftum, ber tað til hjá honum at koma yvir um mark til at reka sjarmuátak hjá okkum. Væl var Hitler ringur, men hann dittaði sær tó ikki at koma til Quisling at gjara út fyri tí norska fólkinum, so vit noyðast til einfalt at konstatera, at Nyrup er verri enn Hitler. Nú má eingin misskilja meg og halda, at eg havi nakað ímóti Nyrup. Eg kenni ikki mannin, men hann er helst ein góður hjúnafelagi og góður faðir hjá børnum sínum. Tað sum vit finnast at, er hansara lutverk sum forsætisráðharri i Danmark. Men eftir tí vit hava skilt, so fær hann fullan stuðul frá hinum donsku flokkunum í tí yvirgangspolitikki, sum hann rekur ímóti okkum. Okkum ger tað tí tað sama, um danski forsætisráðharrin eitur Nyrup ella okkurt annað, tí teir eru av sama súrdeiggi allir samlir. Hetta sóu vit eisini greitt tá eitt samt fólkating tók undir við at knúgva fólksins greiða dóm á fólkaatkvøðuni tann 14. september 1946. Men hin vegin er tað púra greitt, at vilja danskir politikarar taka annað skinn um bak og halda uppat við at leggja seg upp í innanríkis viðurskifti okkara við at mutra okkara heimastýrispolitikarar og sýta fyri at geva okkum frælsi, so eru teir vælkomnir higar. Tað var hetta, sum vit skrivaðu til Nyrup, men hann læstst ikki um vón og hevur ikki á nakran hátt givið til kennar, at hann ætlar at lata skil og skynsemi ráða og leggja niður sín leiklut sum imperialistur. Tí er tað neyðugt hjá okkum at gera honum greitt at hann er ikki vælkomin í ríki okkara, og at vit venda okkum til hansara við eini yvirlýsing. Áki Bertholdsen Hetta er ikki nóg gott ­ Eg eri fullkomiliga samdur í, at hetta er ein trupulleiki. Men um tað er beinleiðis lógarfusk, fáa vit ikki at vita fyrrenn seinni ­ Eg eri púra samdur um, at hetta er ein trupulleiki. Ja, veruleikin er, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki hvørt einasta ár. Suni Jacobsen, formaður í fíggjarnevndini er púra samdur við Jóannesi Eidesgaard, formanni Javnaðarfloksins í atfinngingum hansara um, at summi av teimum málum, sum vórðu samtykt í tinginum nú beint fyri ársskiftið, hava ikki fingið so neyva, politiska viðgerð, sum tey áttu at fingið. Men um tað er beinleiðis lógarfusk, sum Jóannes Eidesgasard hevur málborið seg, vil formaðurin í fíggjarnevndini ikki svølgja uttan víðari. Tað fer ikki at vísa seg fyrrenn seinni. Jóannes Eidesgaard hevur verið so misnøgdur við tað politisku viðgerðina, at hann ætlaði at skrivað løgtingsformanninum bræv, har ætlanin var at spyrja, um hetta var tað, løgtingsformaðurin meinti við orðini í tingskipanini um "vælskipað^3 og "væl úr hondum greitt tingarbeiði^3 Í eini viðmerking til Sosialin hevur løgtingsformaðurin sagt, at hann hevur bara ábyrgdina av arbeiðnum í sjálvum tingsalinum, og tað hevur verið eftir bókini, uttan í einum føri, táið løgtingið samtykti at víkja frá eini tíðarfreist. Men hvussu arbeiði varð skipað í nevndunum, høvdu teir ymsu nevndarformenninir ábyrgdina av. Gamal trupulleiki Nú um nýggársleitið var tað fíggjarnevndin, sum hevði tær flestu viðgerðirnar. Og formaðurin í fíggjarnevndini viðgongur, at talan er um ein trupulleika, tí tíðin er ikki nóg góð at viðgerða málini. ­ Hetta er serliga ein trupulleiki hjá andstøðuni, tí sum er fær hon ikki høvi at seta seg nóg nágreiniliga inn í málinum, sigur Suni Jacobsen. ­ Og eg skilji væl, at tingmenn úr andstøðuni eru misnøgdir við tað politiska arbeiði. Hjá tingfólkum úr samgonguni er trupulleikin ikki so stórur, tí samgongan hevur mangan tugt og tannlað mál ígjøgnum, áðrenn tey koma á ting, so vit kenna málini. ­ Men tað er ikki rætt, at andstøðan ikki eisini fær stundir at seta seg nágreiniliga inn í málini. Hann sigur, at tað er ein afturvendandi trupulleiki tvær ferðir um arbeiði, at tingfólk verða druknað í arbeiði. ­ Tað er tí, at í hvørjum desember mánaða dýkir landsstýrið mál í tingið, sum skulu setast í gildi tann 1. januar. ­ Og hvønn mars mánaða dýkir landsstýrið somuleiðis mál niðan í tingið tí síðsta freist at leggja mál fyri í tingsetuni er 15. mars. Suni Jacobsen sigur, at tað løgna er, at hóast vit eru varug við trupulleikan, og lova bót og bata hvørja ferð, endurtekur søgan seg hvørja ferð. Tað vísir seg at vera tungt at fáa nakað gjørt, uttan í seinastu løtu. Hann sigur, at sjálvur hevur hann mangan átalað hetta, men at tað rínur ikki við. Hann átalaði tað m.a. í sambandi við álitið um fíggjarlóg. Og hann fanst at tí í desember í 1996, tá ið bruttuskattaskipanin kom Formaðurin í fíggjarnevndini sigur, at hann er púra samdur við tingformannin sum kundi hugsa sær, at evstamark varð sett fyri, nær uppskot, sum skul u í gildi 1. januar, kunnu leggjast fyri tingið. Hann sigur, at hann hevur eisini umrøtt møguleikan at seta fleiri nevndir enn tær, sum eru nevndar í tingskipanini. Tingskipanin hevur ein ventil, sum gevur rúmd fyri, at aðrar nevndir verða skipaðar. Men Løgtingsformaðurin er komin til ta niðurstøðu, at talan er bara um heilt serligar nevndir. So tað ber t.d. ikki til at gera eina serliga skattanevnd, sigur formaðurin í fíggjarnevndini. Er tað rætt at seta lógir í gildi, sum ikki eru nóg væl viðgjørdar? ­ Tað er ein meting. Eg eru nú heldur ikki samdur við Jóannes Eidesgaard, at talan er um so nógv mál, sum hava fingið so út av lagi vánaliga viðgerð. Men tað er rætt, at málini eru ikki viðgjørt í smálutum, og tað skulu tey helst. ­ Hóast málini eru mong, eru nøkur teirra vælkend og væl kannað. T.d. var okkurt málið lagt fram í fjør, uttan at tað eydnaðist at gera tey liðug, so tey máttu leggjast framaftur nú. Og hann heldur ikki, at tað er so ónátúrligur teknikkur í málinum um skattalætta til sjófólk. Men nú er tað serliga broytingarnar í mvg, sum funnist varð at? ­Ja, men heldur ikki hetta er nýtt, tí tað stendur í samgonguskjalinum. Nakað annað er so tað, at Toll & Skattstovan er ikki fegin um undntøk í mvg skipanini. ­ Men heldur ikki tað er nakað nýtt. Tað vóru teir eisini, táið sjóklæðir sluppu undan mvg. Nú er so eitt sindur komið afturat. Suni Jacobsen heldur eisini, at tað er eitt mark fyri, hvussu tey kuinnu viðgerða mál. Hann heldur ikki, at longdin á viðgerðini er tað sama sum dygd. ­ Bruttoskattaskipanin fekk ikki drúgva viðgerð, men eg veit onki um, at hon ikki riggar, og eg havi onki hoyrt til atfinningar ímóti henni. Jóannes Eidesgaard finst at, at broytingarnar í mvg skipanini fingu yvirhøvur onga viðgerð? ­ Tað er ikki rætt. Í tí sambandinum gjørdi eg greitt, at fekk eg meiriluta fyri málinum, vórðu tey avgreitt. Suni Jacobsen sigur, at hann hevði boðsent landsstýrismanninum til fundar og bað hann hava tey neyðugu embætisfólkini við, so vit fingu umrøtt øll tey sjey málini, sum vóru til viðgerðar. Og tað gjørdu vit. ­ Vit umrøddu tey eitt fyri eitt ein seinnapart leygardag. Men tað er greitt, at tað var ikki ein viðgerð, sum fór í smálutir og tað var ikk iein viðgerð, sum hon átti at verið. Men at ongin viðgerð var, er ikki rætt, sigur Suni Jacobsen. Bankakanningin sum hvarv Tey nógvu útlendsku tíðindafólkini, sum komin vóru til landið í sambandi við vitjanina hjá danska forsætisráðharranum, fingu ikki tað, tey komu eftir. Spurningarnir um bankakanningina vóru fáir, og teir sum dittaðu sær at spyrja, vórðu settir uppá pláss, av einum sera knøppum Poul Nyrup Rasmussen Tað var lagt upp til drama, longu áðrenn Poul Nyrup Rasmussen kom til landið. Eftir tilfarinum, sum hevur verið at síggja í donskum fjølmiðlum seinastu tíðina, varð roknað við, at spurt varð nógv meiri um hesa kanning. Serliga Politikken og Jyllandsposturin, hava gjørt nógv burturúr seinastu dagarnar, men tað hoyrdist ikki so nógv til teirra á tíðindafundinum. Poul Nyrup Rasmussen legði fyri á fundinum, og greiddi frá, hvat teir høvdu tosað um. Har varð bankakanningin ikki nevnd við einum einasta orði. Tað einasta, í tí hann segði, sum kundi bent tann vegin var, at Edmund Joensen hevði greitt honum frá gongdini í føroyska búskapinum. Men heldur ikki Edmund Joensen nevndi bankakanningina. Norðmaður jarðlagdur Ein donsk blaðkvinna royndi tó beinanvegin at fáa gongd á hesar spurningar, og vildi vita, um teir høvdu tosað um bankakanningina, og hvat teir í so fall høvdu tosað um. Til hetta svaraði Poul Nyrup, at hann var sera glaður fyri at staðfesta, at ríkisfelagsskapurin er annað enn bankakanning. - Fyri fyrstu ferð í fýra ár, hava vit kunna tosað um positivan útvikling, og ikki um kreppu. - Vit eru ikki farnir í dýpdina í bankakanningini, men hava avgjørt at halda sambandið hesum viðvíkjandi. Men vit venda aftur til málið seinni. - Eg rokni tó við, at vit tosa eitt sindur meiri um málið á fundinum í morgin. Edmund Joensen segði, at hann hevði mælt føroyingum til at taka tað róligt. Vit skulu fyrst seta okkum gjølla inn í frágreiðngina, áðrenn vit taka nakrar avgerðir. Tað merkir ikki, at vit skulu draga tíðina, men at vit skulu viðgera málið saman við donsku stjórnini. Eftir hetta tók ein norskur sjónvarpsmaður orðið. - Eftir at hava verið í Føroyum nakrar dagar, so er ikki torført at skilja um nógvir føroyingar ynskja loysing frá Danmark. Hvat sigur tú til tað? Til hetta svaraði Poul Nyrup Rasmussen: - Tá vit tosa um hetta evnið, so haldi eg, at man skal verða varin við ikki at >>konkludera<< ov tíðliga, sjálvt um man kemur frá norskum sjónvarpi. - Eg fari at lurta eftir føroyingum og føroyskum politikarum, men sigi onki ov skjótt um hatta evnið. - Men tað eru nógv sum ynskja loysing. - Hvussu mong eru mong, kanst tú siga mær tað, spurdi Poul Nyrup Rasmussen norska sjónvarpsmannin. Hesin royndi at bróta inn, men varð avbrotin av forsætisráðharranum. Eftir hetta hoyrdist ikki meiri til norska sjónvarpsmannin. Onki drama Poul Nyrup var spurdur, hví fundurin var lagdur nú, so stutt undan bankakanningini, og serliga hví hann var lagdur í Havn. Til hetta svaraði Poul Nyrup Rasmussen, at fundurin var avtalaður fyri fleiri mánaðum síðani, og hevði onki við bankakanningina at gera. Jonathan Motzfeldt og Edmund Joensen vóru samdir í tí, forsætismálaráðharrin segði, og eftir tað, komu stórt sæð ikki fleiri spurningar um bankakanningina. Tað, sum serliga legðist til merkis á fundinum var, at tann dramatikkur sum var vantaður, ongantíð kom. Danski forsætisráðharrin stýrdi tíðindafundinum við harðari hond. Við ein av manningini hjá Sjónvarpi Føroya, segði hann: - Eg havi ikki fleiri dramatisk ískoyti til ævisøgu tína. Tað sást á øllum brøgdum, at forsætisráðharrin er vanur við at umgangast tíðindafólk. Og tað fekk serliga tann norski sjónvarpsmaðurin at føla. Men í dag er Jonathan Motzfeldt farin avstað aftur, og tí kann hugsast, at spurningarnir til hinar báðar, verða meira nærgangandi, enn teir vórðu í dag. Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Tað var rætt at koma til Føroya Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, er glaður fyri, at hann ikki lurtaði eftir teimum, sum vildu hava hann at avlýsa ferðina til Føroya nú, segði hann á tíðindafundi eftir ríkisfundin týskvøldið Hendan trýeinigheitin var rørandi samd um, at tað var rætt at hava ríkisfund í Føroyum, hóast úrslitið av bankakanningini er á trappuni (Mynd: Jens Kristian Vang) Hóast summir føroyingar, og danir við, helst vildu, at forsætisráðharrin útsetti Føroyaferðina til eftir, at úrslitið av bankakanningini er almannakunngjørt, er Poul Nyrup Rasmussen sjálvur fegin um, at hann er komin. Á tíðindafundi í Havn týskvøldið segði hann, at hann er sannførdur um, at tað var rætt ikki at lurta eftir teimum, sum vildu hava hann at setast aftur. >>Vit hava havt seriøsar og konkretar samrøður um evni, sum viðkoma øllum trimum pørtum,<< segði Poul Nyrup Rasmussen, tá hann beyð vælkomin til tíðindafundin. Eini 30 tíðindafólk úr fleiri norðanlondum vóru møtt á fundinum. Og skilligt var, at í øllum førum donsku tíðindafólkini væntaðu, at føroyingarnir fóru at spyrja eftir bankakanningini. Sjálvir høvdu danirnir hug at bera fram undir at fáa forsætisráðharran at siga okkurt um kanningina, men tað bar líkasum ikki til. Og tá so føroyska pressan fór at tosa um onnur ting, fánaði bankamálið mestsum burtur. Búskapur og fiskur Sum vera man vóru búskaparmál og fiskivinnumál umrødd á einum ríkisfundi í Føroyum. Poul Nyrup Rasmussen segði, at teir høvdu tosað um, hvussu fiskastovnarnir í Norðuratlantshavi vóru fyri, og hvønn týdning teir hava fyri bæði Føroyar og Grønland. Upp á spurning um, hvørt danska stjórnin aftur fór at blanda seg í, hvussu føroyingar umsita sítt fiskiríkidømi, svaraði forsætisráðharrin, at tað fara danir ikki. Føroyingar hava yvirtikið handan partin, og harvið verður tað. Hann tóktist ikki vita, ella leggja í, at danir undir kreppuni settu krøv til føroyingar um, hvussu fiskast skuldi undir Føroyum. Og hóast forsætisráðharrin segði, at hann hevði tosað við løgmann og landsstýrisformannin um búskaparmál, høvdu teir ikki havt tær seinastu ávarðingarnar, føroyskir búskaparfrøðingar eru komnir við, á lofti. Beinleiðis spurdur, um Edmund Joensen, løgmaður, hevði kunnað hinar báðar um tað, Bjarni Olsen, formaður í Búskaparráðnum, og Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, hava ført fram um jólini, svaraði løgmaður: >>Nei.<< Og skilligt var at síggja á bæði Nyrup og Motzfeldt, at tær ávarðingarnar kendu teir einki til. Blokkstuðulin Á ríkisfundinum var blokkstuðulin umrøddur, segði Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri. Tann grønlendski er longu avtalaður, meðan tann føroyski fer at verða viðgjørdur heilt skjótt. Hóast fundurin millum teir tríggjar leiðararnar innan ríkisfelagsskapin verður nevndur ríkisfundur, kundi hann tað sama itið sambandsfundur. Allir søgdu seg fegnast um tað góða samstarvið teirra millum innan ríkisfelagsskapin. Og allir fegnaðust um, at hesin fyrsti fundurin av hesum slagi, sum hildin varð uttan fyri København, varð hildin í Tórshavn. Og sum skiltist, væntar danski forsætisráðharrin ikki, at stórvegis broytingar í felagsskapinum. Hvat kallaði tú hann - spurdu tey bilsnu donsku tíðindafólkini í gongini á Hotel Hafnia. Tey høvdu frætt, at Zakarias Wang hevði samanlíkna Nyrup við Hitler, og tey stóðu næstan omaná hvørjum øðrum fyri at fáa henda ósmædna mann, at útdýpa síni sjónarmið Tey útlendsku tíðindafólkini fingu tað tey komu eftir. Ein av teimum ræðandi føroyingunum, sum donsku bløðini hava skrivað um seinastu dagarnar. Bæði sjónvarpsfólk og blaðfólk tustu saman um henda mann sum hevði dittað sær at siga, at Nyrup var verri enn Hitler. Við ein danskan sjónvarpsmann segði Zakarias Wang: - Vit hava skrivað til Nyrup, at hann var hjartaliga vælkomin til Føroya um hann vildi geva okkum tey boð, at vit kundu fáa okkara frælsi frá Danmark. - Men vildi hann ikki geva okkum hetta lyftið, so var hann ikki vælkomin. Hvat hendur so nú, tá tit hava handað yvirlýsingina? - So kann hann fara heim og skamma seg. Tí tað hann hevur gjørt, er eitt lógarbrot. - Í talu míni samanlíknaði eg Nyrup við Hitler. Hitler var hóast alt so mikið at sær komin, at hann fór ikki til Noregs at vitja Quisling. Er tað tykkara støða um Poul Nyrup Rasmussen? - Ja, sjálvandi, og vit meina hvørt einasta orð, av tí, vit siga. Stutt eftir hetta, kom forsætisráðharrin út og tók í móti yvirlýsingini. Meðan veðurgudarnir vístu, hvat teir dugdu, og regnið oysti niður, kundi onkur í mannamúgvuni ikki bara sær og rópti: - Svín. Vanvirdi tjóðsangin Nyrup fór síðani inn aftur á Hafnia, at gera seg til, at fara á ríkisfund. Tá Poul Nyrup Rasmussen kom út aftur, treiv mannamúgvan í at syngja tjóðsangin. Nyrup fór inn og setti seg niður. Hetta helt ein av áhoyrarunum, vera ov mikið - Eg haldi tað vísir, hvørja vanvirðing, hann hevur fyri Føroyum og føroyingum, segði hann. - Eg trein tí eitt trin inn í bussin og takkaði honum fyri, at hann ikki reisti seg undir tjóðsanginum. Fólkaítakið var nú liðugt við sína uppgávu, og mannamúgvan spjaddist. Yvirlýsing Niðanfyristandandi yvirlýsing varð samtykt á fólkafundinum í Gamla Kommunuskúlagarðinum í Havn, seinnapartin týsdagin Yvirlýsing Vit fundarfólk staðfesta, at vit búgva í einum øðrum ríki enn danska ríkinum og hava rætt til frælsi at gera av, hvussu vit skulu stýrast viðurkenna ikki Poul Nyrup Rasmussen sum okkara forsætisráðharra ásanna at danski forsætisráðharrin sýtir okkum rættin, til at skipa samfelag okkara á demokratiskan hátt undrast á, at forsætisráðharrin kemur higar til lands at halda ríkisfund uttan at vilja gera grein fyri, hvat ella hvørji ríki talan er um halda tað vera markleysan frekleika, at hann sum fremmandur forsætisráðharri sigur seg koma higar at hitta vanliga fólkið og sjálvur setir dagsskránna fyri fundin, so at tey mál, sum hava størstan áhugan hjá okkum, nevniliga frælsi ríkisins og bankakanningin, ikki skul takast upp á tungu. krevja at forsætisráðharrin beinanvegin gevur valdið frá sær, so at vit, ið innborin eru í hesum ríki, kunnu velja tann tjóðfund. í- vit hava sett fram ynski um í brævi okkara til Margrethu drotning tann 9. juni 1995 Soleiðis samtykt á fólkafundi í Havn á trettanda 1998 Nyrup er verri enn Hitler Á mótmælisfundi, sum Fólkaítakið fyri tjóðfundi skipaði fyri í Gamla Kommunuskúlagarðinum í Havn á trettanda, bar Zakarias Wang donsku stjórnina saman við nasistarnar, tá teir løgdu Noreg undir seg og segði, at Nyrup var verri enn Hitler Zakarias Wang handar Poul Nyrup Rasmussen mótmælið Tað var ikki lukkuligt, sum fyrisprákarin fyri Fólkaítakinum fyri tjóðfundi fór við donsku stjórnini og serliga forsætisráðharranum, tá knappliga 200 fólk vóru savnað til fundar í Havn á trettanda. Eins og Hitler móti fólkarættinum, lat Quisling stýra Noreg við týskum pengum og vápnum, hava tey kommunalu stýrini í >>ríki okkara<< bert valdið, tí at danska hermegin og danski ríkiskassin stuðla teimum, segði Zakarias Wang . >>Væl var Hitler ringur. Men hann dittaði sær tó ikki til at koma til Quisling at gjara út fyri norska fólkinum. So vit noyðast heilt einfalt at ásanna, at Nyrup er verri enn Hitler,<< segði Zakarias Wang. Zakarias Wang segði millum annað, at Poul Nyrup Rasmussen kom til Føroya sum ein yvirmaður at kanna eftir, um kommunustýrisformenn hansara duga nóg væl at lýða hansara harraboð. Við donskum pengum verða allar føroyskar verkætlanir hildnar niðri, segði Zakarias Wang. Á hendan hátt heldur Nyrup okkum gangandi niðri í tí neyðardíki, hann vil hava okkum. Tað kemur týðuliga til sjóndar í tí, at meðan land okkara undir heimastýri og blokki ikki klárar seg, klára landsmenn okkara, sum hava smoykt okið av sær og hava fingið arbeiði uttanlands, seg óføra væl, bara teir sleppa til arbeiðis. Fundurin í Kommunuskúlagarðinum byrjaði við, at fundarfólkið sang sangin hjá Kára Petersen: >>Nú bløðini skriva, várt land fer um koll.<< Eftir, at Zakarias Wang hevði hildið røðu, sang fundarfólkið: >>Boðar tú til allar tjóðir,<< áðrenn farið varð oman á Hotel Hafnia, har Zakarias Wang skuldi handa Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, yvirlýsing frá fundinum. Í móttøkuni á Hotel Hafnia vóru fremmandu tíðindafólkini sum fluga á lorti um Zakarias Wang, tá hann á odda fyri fundarfólkinum kom oman. Ein danskur tíðindamaður spurdi Zakarias Wang, hvat hetta hevði við bankamálið at gera. Til tað svaraði Zakarias: >>Det har ingenting med Færøbank sagen at gøre. Det er meget værre.<< Tað gekk ein løta, áðrenn forsætisráðharrin kom niður aftur av tilhaldinum. Komin út í mannamúgvuna spurdi hann, um tað var nakar, sum vildi tosa við seg. Tað helt hann seg hava skilt, at tað var. Poul Nyrup Rasmussen helt leiðini móti durunum at taka móti yvirlýsingini. Tá hann kom útum, var rópt: >>Hey og buh<< eftir honum. Einar tvær, tríggjar ferðir spurdi hann: >>Var der nogen, der ville tale med mig.<< Aftan fyri rúgvuna av myndafólkum og øðrum, sum troðkaðust, bardist Zakarias Wang fyri at sleppa framat. Tað var farið at regna, tá Zakarias Wang tók í hondina á Nyrup og handaði honum skjalið, sum forsætisráðharrin lovaði at lesa. Hann segði, at hann vildi siga øllum, sum saman vóru komin, at hann eisini var komin til Føroya at lurta eftir, hvat føroyingar høvdu at siga honum av kritikki og ynskjum um eina framtíð, sum hann framvegis heldur er best, um hon er felags. Í viðmerking til handanina segði Poul Nyrup Rasmussen við eitt av donsku tíðindafólkunum, at føroyingar eru kendir fyri at vera siðiligir, og tað vóru fólk eisini her. Boogie-woogie Fólkaíkastið sang og dansaði fyri Nyrup Nyrup funnið dialogin, sum hvarv, aftur! Tað er gott at hoyra danska forsætisráðharran tosa um týdningin dialogurin hevur. Sama dialog gloymdi hann bara tá brúk var fyri honum frá føroyskari síðu kring kreppuna TAÐ er ein væltalandi og í hvussu er úteftir vælmeinandi danskur forsætisráðharri, sum vitjar Føroyum í hesum døgum. Eftir at tøgnin hevur valdað nú í fleiri ár - eftir at føroyskir politikarar oo. aftur og aftur hava roynt at koma á tal við bæði forsætisráðharran og danska politiska valdið annars - uttan úrslit - ber nú bráddliga alt til. Einki er óført. Poul Nyrup Rasmussen hevur bert góðynski at bera føroyingum og viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Við at tosa saman skulu viðurskiftini millum ríkispartarnar aftur gerast góð og fyrimyndarlig. HETTA ljóðar so gott so gott alt samalt. Men hví hava latið tøgnina og harvið gitingarnar valdað í so mong ár við tí úrsliti, at hesi hava forpestað viðurskiftini millum ríkispartarnar harra Nyrup Rasmussen! Hvussu ber tað til, at tygum nú leggja so stóran dent á at tosa og føra dialog við føroyingar, tá nettup tygum og tygara stjórn og tygara embætismenn nú í mong ár hava staðið fyri nettup tí øvugta! Ja rætt og slætt hava eitrað tey annars so góðu viðurskifti, sum altíð hava verið millum føroyingar og danir! Men betri seint enn ongantíðog tí taka vit tygum upp á orðið, tá dentur nú verður lagdur á dialogin. VIT hava á hesum stað boðið tygum vælkomnum og tað standa vit við. Vit halda eisini, at tað er skeivt av føroyskum politikarum ikki at vilja tosa við ella lurtað eftir tygum. Vit hava eisini altíð sæð dialogin sum fremsta amboð at fremja demokrati og fólkaræði. Tað gjørdu vit eisini, tá tygum fyri nøkrum árum síðani, gjørdu av ikki at koma til Føroya. Vit hartaðu tygum og stjórn tygara fyri at vanvirða Føroyar og føroyingar við tí avgerðini. Fyri at venda nettup dialoginum bakið. Síðani tá hevur tøgnin valdað. Fjølmiðlar við føroyska sjónvarpinum á odda hava avdúkað, hvat henda tøgn goymdi. Og tað er ikki tespuligt, tað, sum er komið fram. Nú stendur bert eftir at fáa hesar avdúkingar settar í rætta samanhangið og váttaðar ella fyri tað avsannaðar. Nú stendur eftir hjá hvørjum av okkum at viðganga mistøk og rætta tey. Tað skal bankakanningin geva okkum svar uppá! Um henda kanning ikki megnar at koma til botns í málinum - hvat vit tó mugu vóna og rokna við - so er vandi fyri, at forpestaðu viðurskiftini millum føroyskt og danskt fara at standa við - og hvør veit - kanska eisini versna. Eitt val stendur fyri durum, og tað kann skjótt koma at virka sum katalysatorurin fyri eini slíkari óhepnari gongd. NÚ kom so lítið ítøkiligt fram á tíðindafundinum og úr teimum samrøðum, sum hava verið við forsætisráðharran, at her er ikki so nógv at gera viðmerkingar til. Men vit halda tað vera eitt sindur bakvent fyri ikki at siga næsadjarvt av einum donskum statsministara at koma til Føroya í endanum av 90-unum og tosa um, hvussu stóran týdning dialogurin - hetta at tosa saman - hevur fyri framtíðar samstarvið og álitið - tá júst sami maður hevur verið borganin fyri júst tí øvugta. Nettup tað gevur okkum varhugan av, at her ruggar ikki heilt rætt. Í okkara hugaheimi eru álit og virðing sjálvur grundarsteinurin undir einum samstarvi millum jøvnsett menniskju ella fólk. Nettup tørvurin á dialogi og tær mongu skýmaskotsavgerðirnar í donskum ráðharrastovum í 90-árunum hava brotið niður tað álit og virðing, sum tygum Poul Nyrup Rasmussen nú leggja so stóran dent á. Nyrup! Tygum skuldu havt tosað og lurtað meira, tá vit føroyingar eisini høvdu brúk fyri tí. Nú hava tygum brúk fyri at tosa, tí nú tænir hetta fyrst og fremt tygara søk. Vit teljast ikki millum teirra, sum ynskja danir og alt danskt, har piparið grør. Vit eru heldur ikki so snævurskygdir, at vit ikki duga at síggja, at tit hava gjørt nógv gott fyri Føroyar og at vit mugu taka fulla ábyrgd fyri egnum gerðum, men tygum skulu vita, at hevði virðingin og ikki minst vitanin og kunnleikin til Føroyar og viðurskiftini her verið størri millum nógvar danskar embætismenn og politikarar, tá kundi nógv sæð øðrvísi út í dag. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Hann veksur vindin upp í stívt andøvsgul til hvassan vind av landsynningi og suðri, 10-15 m/s. Ælaveður, og hitin umleið 6 stig. Um náttina fer at regna sunnaneftir. Veðrið fríggjadagin: Stívt andøvsgul til hvassan vind av suðri, 10-15 m/s. Ádrigið og regn, og hitin umleið 6 stig. Út á kvøldið ella leygarnáttia útsynningur, og tað slítur í. Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin: Stívt andøvsgul upp í strúk í vindi av útsynningi, 10-15 m/s. Ælaveður, men viðhvørt samren. Hitin framvegis umleið 6 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland stendur næstan í stað, og tilhoyrandi brúgvalagið yvir Føroyum fer norðureftir, og tað fer at regna. Í dag: Nýggj brúgvaløg koma sunnaneftir. Fríggjadagur 9. januar 1998 Haldið tíðarætlan fyri útbjóðing Vit eiga ikki at útseta eina útbjóðing meira enn hægst neyðugt sigur Johan Mortensen, umboðsmaður hjá útlendskum oljufeløgum -Vit mugu ikki víkja frá koyriætlanini fyri oljuleiting við Føroyar men halda okkum til ta tíðarætlan, sum er stungin út. Hetta sigur umboðsmaðurin hjá stóra oljufelagnum Amerada Hess í Føroyum, Johan Mortensen, nú tað frættist, at oljuprísirnir eru á veg niður eftir og tað um somu tíð er bíligari og lættar at koma framat oljuríkidøminum í Ruslandi og øðrum londum har nærhendis. Johan Mortensen vísir á, at oljuprísurin er fallin nógv seinastu dagarnar og liggur nú á umleið 15.50 dollar. Orsøkin til hetta er m.a.: Í desember 97 hækkaði OPEC framleiðslukvotuna pr. dag. Fíggjartrupulleikarnir í fjareystri gera, at minni verður keypt har av olju. Í vikuni gav ST Irak loyvi at byrja at útflyta olju fyri matvørukeyp. Veturin í Europa og USA er sera lýggjur og ger tað, at oljunýtslan ikki veksur sum vant er hesa tíðina. Johan Mortensen sigur, at vanliga rokna oljufeløg við, at søluprísurin ikki skal fara undir 16 USD fyri tunnuna fyri at dekka útreiðslur og hava vanligan vinning. Um ein tekur økið vestan fyri Hetland og setir tað upp ímóti lækkandi oljuprísinum, so ger t.d. ein prísur upp á 14 USD, at áhugin fyri at arbeiða í hesum økinum við teimum sera stóru útvinningsútreiðslunum verður at minka og er sera ivasamur. Menn vænta, at prísurin fer upp aftur og verður tosað um ein meðalprís upp á 17 USD fyri 98. Hvat gassmarknaðinum viðvíkur so er hann betri og meira stabilur og verður ikki handlaður dag fyr dag men byggir meira á eftirspurning og útboð. Roknað verður við, at oljunýtslan verður at toppa um ár 2012 og verður avloyst av alternativum orkukeldum og gassi. Gass verður framtíðar brennievnið. Marknaðurin í Europa fer at vaksa við 70% næstu árini. Av tí at nógv protein eru í olju verður eisini mett, at olja fer at verða nýtt sum føðievni í framtíðini. Øll henda gongdin kann eisini fáa stóra ávirkan á, hvussu verður við eini framtíðar føroyskari oljuvinnu sigur Johan Mortensen. Óttast gongdini Hann vísir m.a. á, at russar hava liberaliserað oljumarknaðin sera nógv, soleiðis at útlendsk feløg nú kunnu eiga feløg í Ruslandi 100%. Nógv olja er til í Ruslandi og hon er bílig at fáa upp. Alt hetta kann vera ein "hóttan" móti útviklinginum í Føroyum, har tað ræður um at koma í gongd við oljuleiting. Umboðsmaðurin hjá Amerada Hess heldur tað hevur alstóran týdning, at vit føroyingar halda okkum til tíðarætlanina fyri eini útbjóðingarundu, sum skal vera til várs og soleiðis at oljufel øgini sleppa veruliga til arbeiðis longu í 99. Hesin koyriplanur er skilagóður og góðtikin av oljuverðini. -Vónandi verður ikki víkt alt ov nógv frá hesum. Tað skal ikki nógv til, at áhugin fer onkra aðrastaðni. So eg seti vónina til, at oljulóggávan verður samtykt í januar, soleiðis at tað kann farast undir eina lisensrundu stutt eftir. Johan Mortensen vísir eisini á, at vónirnar til at finna gass við Føroyar eru stórar og heldur hann, at tað hevði verið ótrúliga gott, um vit funnu nógv gass, sum helst fer at gerast fram-tíðar brennievnið. -Finna vit gass á føroyskum øki, so merkir tað helst, at her verður gjørdur ein gassterminalur, ið fer at skapa nógv arbeiði og inntøkur til samfelagið. Johan Mortensen heldur annars, at vit føroyingar mugu til at hugsa meira globalt ikki minst tá talan er um olju. Vit mugu til at fylgja við, hvat hendir á hesum øki aðrastaðni í verðini og spyrja hvørja ávirkan gongdin har hevur á okkum sum ein komandi oljuframleiðandi tjóð - hóast vit enn ikki hava funnið nakra olju. Men vit mugu til at hugsa sum ein oljuframleiðandi tjóð uppá longri sikt. Góðar vónir um fiskvinnu Johan Mortensen leggur aftrat, at tað sum kann stabilisera ein føroyskan búskap er ein oljuvinna og einki annað. -Vit hoyra politikarar og aðrar siga, hvussu svikaligt tað er við fiskivinnuni og eftir 23 ár í fiskivinnuni kann eg bara taka undir við tí. Johan Mortensen heldur tó, at vit fara at hava hækkandi fiskaprísir og er tí ikki samdir við teimum, sum halda, at fiskaprísirnir verða nógv ávirkaðir av støðuni í fjareysturi. Gjaldoyra er eisini við okkum, tí pundið er høgt í løtuni og tað ger, at vit fáa meira fyri okkara fisk. Eisini dollarin er høgur, so hetta kompenserar nakað fyri hækkandi oljuprísin. Sum fyrrverandi fiskasølumaður so heldur Johan Mortensen tað var skilagóð avgerð at tálma útflutningin av feskum fiski av landinum. Tann skipanin tykist longu at virka væl. Tað hevur so eisini við sær hækkandi prísir í Bretlandi. -Tvørturímóti rokni eg við, at hvat viðvíkur søluni av fiski verður 98 eitt gott ár. Men eg taki undir við teimum, sum halda, at rentan fer at hækka. Johan Mortensen undrast annars yvir, at vit í Føroyum hoyra so lítið til búskaparligu kreppuna í fjareystri, sum er sera álvarslig. Hon kann fáa avleiðingar fyri búskaparligu gongdina í Europa eisini. Hann heldur annars, at sum heild sær tað rættiliga áhugavert út fyri Føroyar í framtíðini. -Vit mugu so vóna, at danir meina tað teir siga, at teir vilja hjálpa okkum at fáa betri atgongd til ES. Ein bøtt avtala við ES hevði komið ótrúliga væl við hjá Føroyum. Men lat meg endurtaka - tað, sum hevur alstóran týdning í løtuni, er at vit fara undir eina fyrstu útbjóðing í ár sum ætlað. Anna Karena Russland 1880. Levin stendur og eygleiðir tað vøkru prinsessuna, Kitty, sum hann rættuliga er sikotin í. Men tíverri kann ikki tað sama sigast um hana. Kitty hevur bert ein mann í tonkunum, tann vakra greivan Vronsky Samstundis stendur greivin á støðini í Moskva og bíðar eftir mammu síni, greivinduni, Vronskaya. Hann fær eyga á ein kenning, Stiva, sum bíðar eftir systur síni. Tá hann fer umborð á tokið, møtir hann eini vakrari kvinnu - eyguni møtast, og tað verður byrjanin til eitt forhold, sum er so intenst og besett, at tað bara kann enda galið... >>I know what did last summer<< Gýsara um og við ungum fólkum eru altíð frammi, og ein nýggjur skrivandi meistari í hesi sjangru eitur Kevin Williamson, sum við gýsarasukse'ini, >>Scream<< rættuliga fekk gjøgnumbrotið sum filmshøvundur. Nú hevur hann aftur roynt seg og gjørt ein nýggjan gýsara, sum hevur spælt inn fleiri enn 70 mió dollara bara í USA, og harvið rættuliga sligið navnið fæst í Hollywood. Hevur tú roynt at staðið við einum líki, sum bara blívur við at koma til lívs aftur? Tað frálíka kvøldið, tá Julie James (Jennifer Love Hewitt), Helen Shivers (Sarah Michelle Gellar), Ray Bronson (Freddie Prinze, Jr.) og Barry Cox (Ryan Philippe) feira, at tey eru liðug við high school, setast tey í tann skínandi BMW'in hjá Barry. Tey ána einki um tað ræðuligu ólukku, sum bíðar teimum. Eingin sær tann persónin, sum kemur flúgvandi úr bláari luft og niður á kølarahjálmin á nýggja BMW'num. Eingin kennir illa hagreidda offurið, sum allarhelst er hildið upp at við at anda. Vánirnar fyri eini skandalu og kanska handtøku, ið kanska kastar skugga yvir framtíð teirra ungu, fær tey til, har á myrka, krókuta vegnum, at taka eina avgerð, sum broytir lív teirra. Bert ein er vegurin úr marruni. Eitt stað, har líkið ongantíð kann sporast aftur til teirra. Og tá tey skumpa líkið út av molanum, halda tey, at tey samtundis jarða teirra loyndarmál. Men tey mistaka seg... Goymið tey gomlu føroysku virðini Føroyingar duga betri at fara við sosialum trupuleikum, enn danir, segði forsætisráðharrin millum annað, tá hann hitti lesandi og starvsfólk á Fróðskaparsetrinum Tað heilstoypta menniskjað er nógv oftari at finna í Føroyum, enn aðrastaðni, segði Poul Nyrup Rasmussen í røðu, hann helt í Nóatúni mikudagin. Hann ivaðist ikki í, at tað vóru góðu, gomlu, føroysku ættarbondini, sum vóru orsøkin. Og hann legði føroyingum eina við at halda hesi virði í hevd. Eisini, um vit einaferð fara at finna olju undir Føroyum. >>Lovið mær, at oljan ikki verður eitt >>Gold Rush<<, sum forkemur teimum gomlu, menniskjansligu virðunum, sum kortini eru tey, sum halda longst,<< heitti forsætisráðharin á tey, sum komin vóru at hitta hann. Forsætisráðharrin hevði tvær føroyskar bøkur, týddar til danskt, við sær. Og teimum >>citeraði<< hann úr. Hann byrjaði við Jóannesi Nielsen, sum samanber gummistyvlarnar við tempulsúlurnar. Jú, helt Poul Nyrup Rasmussen, tað er í lagi at vísa fram tempulsúlurnar sum ta mentan, vit fegin vilja síggja. Men gummistyvlarnir vísa tað, vit byggja á. Og hann endaði við at broti hjá Róa Paturssyni, sum sigur, at tað góða ljósið skal eingin taka frá okkum. Vit kunnu ikki slaka - Talan er als ikki um at leggja saman aðrar flokkar enn teir tveir á Kambsdali, sigur landsstýrismaðurin í skúlamálum Einki røkist fyri loysn á arbeiðssteðginum hjá studentaskúla- og HF-lærarunum. Lærararnir bíða eftir at frætta frá mótpartinum, og mótparturin vil ikki samráðast, so leingi lærararnir eru í verkfalli. Elif Samuelsen, landsstýrismaður í skúlamálum, sigur, at landsstýrið vil hava teir tveir 1. g-ararnar á Kambsdali samanlagdar fyri at spara, og talan er bara um hesar báðar flokkarnar, tí teir eru so smáir - bara 14 í hvørjum flokki. Tá skúlaárið byrjaði varð avtalað við leisluna á skúlanum, at flokkarnir skuldu leggjat saman á nýggjárinum. Hetta fingu lærararnir at vita frá skúlastjóranum, sum tí heitti á lærararnar um at lata flokkarnar hava sama pensum - við samanleggingini fyri eyga. - Lærararnir hava tí vitað tað líka síðan, sigur Eilif Samuelsen. Hann kennir væl avtaluna frá 199 um, at næmingatalið hægst skal vera 24, men í undantaksføri kann tó í samráð við Yrkisfelagið verða farið upp um hetta tal. - Miðan desember mánað setti landsstýrið seg í samband við felagið um hetta, men felagið segði nei og vísti til aðalfundarsamtykt, at samráðast kundi ikki um hetta. - Ein limur í felagnum skrivar nú lesarabræv um, at landsstýrið hevur framt maktmisnýtslu, men tað er heldur felagið, sum hevur framt maktmisnýtslu við at gera aðalfundarsamtyktina í oktober mánaði, sigur Eilif Samuelsen. Hann heldur tað vera rætt og rímiligt, at leggja tveir so smáar flokkar saman. Annað hevði ikki verið samfelagsliga forsvarligt, heldur landsstýrismaðurin. - Sjálvandi hevur felagið loyvi til at vísa sína ónøgd, men haðani og til at leggja skúlarnar saman er eitt langt lop. Og talan er bara um at leggja hesar báðar smáu flokkarnar saman til ein flokk við 28 næmingum. Ongar aðrar slíkar ætlanir um samanlegging eru á skránni. Eilif Samuelsen sigur, at tað ber ikki til at taka upp samráðingar, so leingi verkfall er. - Verkfall teirra er eisini í stríð við sáttmálan, og tað hevur felagið fingið at vita frá lønardeildini í landsstýrinum, og felagið kann tí vænta at fáa endurgjaldskrav. - Annars er tað mín vón, at verkfallið verður avlýst sum skjótast, so næmingarnir sleppa aftur í skúla, sigur Elif Samuelsen. Vilja hava greið boð um ætlanin er at gera flogvøll á Glyvursnesi Eg haldi, at tað er ein fortreyt fyri at gera íløgur í flogvøllin í Vágum, at vit fáa vissu fyri, at annar flogvøllur ikki verður bygdur, sigur embætismaður í ferðslumálaráðnum Nú skal støða takast til um flogvøllurin í Vágum skal byggjast út, ella ikki. í Fjør vórðu kanningar gjørdar um møguleikarnar og kostnaðin av at seta upp ein "glíðibanaanlegg^3 á flogvøllinum og at leingja flogvøllin 200 metrar, úr 1.250 metrum, uppí 1.450 metrar. Beint fyri jól varð úrslitið av kanningini handað vinnumálastýrinum í Tinganesi um. Nú verður so arbeitt víðari við málinum. Men avgerðandi fyri niðurstøðuna verður, hvørjar framtíðarætlanir, føroyingar hava við flogvølli her á landi. Tí tað skilst, at tað verður trupult at fáa ferðslumálaráðið at gera íløgur í Vágum, um føroyingar um stutta tíð kortini gera av at byggja nýggjan flogvøll á Glyvursnesi. Tvs, at íløgur verða ikki gjørdar í flogvøllin í Vágum uttan so, at føroyingar gera av, at Vágar Floghavn verður framtíðar flogvøllur okkara. Ongin avgerð tikin Theo Rabenberg í danska ferðslumálaráðnum, sigur, at eingin avgerð er tikin um hvørki eitt ella annað. ­ Men nú vit hava fingið frágreiðingina, vænti eg vit fara at hyggja at málinum, sigur hann. Møguligu útbyggingarnar í Vágum eru í tveimum. Í fyrstu atløgu er tað spurningurin um at seta upp, tað tey nevna "glíðibana - anlegg^3 . Í øðrum lagi er talan um at leingja flogbreytina 200 metrar, úr 1.250 metrum, uppí 1.450 metrum. Theo Rabenberg veit ikki at siga, hvat er mest sannlíkt verður gjørt í Vágum. Um tað er mest annlíkt at "glíðibanin^3 verður settur upp, um tað er mest sannlíkt at vøllurin verður longdur, ella um báðar íløgurnar verða gjørdar. Men leiðarin á flogvøllinum, Finnbogi Niclasen, er ikki í iva um, at báðar útbyggingarnar hoyra saman. ­ Verður "glíðibanan^3 settur upp fyrst - og avgerð seinni verður tikin um at leingja vøllin skal allur "glíðibanin^3 aftur flytast. Mugu hava vissu Hóast ongin avgerð enn er tikin um útbyggingina, skilst á øllum brøgdum, at danska ferðslumálaráðið vil hava at vita, hvørjar ætlanir føroyingar hava við flogvølli í Føroyum, áðrenn avgerðin verður tikin. Theo Rabenberg sigur, at hansara persónliga áskoðan er, at skulu stórar íløgur gerast í Vágum, má vissa fáast fyri, at føroyingar ikki fara at byggja nýggjan flogvøll um stutta tíð. Vit kunnu skoyta uppí, at Løgmaður hevur áður boðað frá, at vit mugu hava nýggjan flogvøll í Føroyum. Keldur hjá Sosialinum vilja verða við, at løgmaður hevur biðið ferðslumálaráðið bíða við útbyggingina, tí tað eru aðrar ætlanir um flogvøll í Føroyum. Hetta skal eisini vera orsøkin til, at hann er ímóti undirsjóvartunli um Vestmannasund, tí nettupp flogvøllurin verður brúktur sum jarnbrot fyri føstum sambandi. Vit spurdu Theo Rabenberg um nakrar ábendingar vóru komnar úr Føroyum um, at steðga við íløgum í Vágum fyribils, tí tað vóru møguliga aðrar ætlanir um flogvøll. Men tað kennir Theo Rabenberg onki til. Hann sigur, at honum kunnugt eru ongar ábendingar komnar um tað. ­ Men tað er greitt, at vit fylgja við kjakinum í Føroyum um undirsjóvartunnil og um nýggjan flogvøll. ­ Men tað, vit vita, vita vit frá fjølmiðlunum. Og sjálvur haldi eg, at tað er ein fortreyt fyri eini møguligari íløgu í Vágum, at greiða fæst á hesum viðurskiftum og at vit fáa vissu fyri, at føroyingar ikki fara at byggja nýggjan flogvøll. Men hann legur dent á, at hetta er hansara persónliga áskoðan, og er ikki neyðturvuliga almenna áskoðan hjá ferðslumálaráðnum. Her kunnu vit skoyta uppí, at danski ferðslumálaráðharrin hevur gjørt púra greitt, at skal nýggjur flogvøllur byggjast í Føroyum, skulu vit gjalda hann sjálvir Løgmaður var ikki at hitta í gjár. Og í vinnumálastýrinum, sum hevur kanningarúrslitið, fæst heldur onki at vita, tí vinnumálastjórin, Arne Poulsen, vinnumálastjóri, var heldur ikki at hitta. Eitt munandi framastig Niðurstøðan í kanningini er, at verður "glíðibanin^3 settur upp, og vøllurin longur 200 metrar, fara seinkingar og avlýsingar at fækka munandi. Kanningin kostaði knappar 800.000 at gera. Eitt úrslit av henni er, at verður "glíðibanin^3 settur upp, kunnu flogførini seta seg, hóast sýnið er ikki meiri enn 600-800 metrar fram eftir jørð. Sum nú er skal sýnið verða 2.000 metrar. Tvs, at tað fara at verða sera fáar avlýsingar fyri m,jórka Tað kostar 43 milliónir at seta "glíðibanan^3 upp. Verður vøllurin eisini longdur 200 metrar, kostar øll útbyggingin 160 milliónir. Verður vøllurin longdur, fer at bera til at flúgva til og úr Vágum við størri flogførum enn nú. Men tað ber eisini til at útnytta flogførini betri, sum flúgva nú. Eitt nú ber ikki altíð til at flúgva við fullari last, tí vøllurin er ov stuttur. Til 1. mai Spurningurin er, nær arbeiðið verður gjørt. Vit hava fingið upplýst, at onki er sett av á donsku fíggjarlógini í ár til endamálið. Í løtuni bíðar flogvøllurin eftir eini avgerð í málinum. Í sambandi við royndirnar var teknisk útgerð leigað úr Fraklandi. Men avtalað er gjørd um at tólini verða verandi í Føroyum til 1. mai. Er onki hent tá, verða tey send av landinum aftur. Ein lesari hevur latið okkum hesa søguna um norska forsætisráðharran Einar Gerhardsen, sum gjørdist gamal maður. M.a. var stórt veitsluhald í Oslo, tá hann í 1987 fylti 90 ár. Hann var føddur 10. mai 1897 og hevði sostatt 100 ára dag í ár, síðan hann varð borin í heim. Til 100 ára dagin gav norska postverkið út frímerki av Einar Gerhardsen. Í hesum sambandi hevur filatelistur - frímerkjasavnari - skrivað bræv til vinmann sín í Føroyum; brævið er dagfest 6. juni 1997. Av tí at vit nústani hava fingið hendur á frímerkinum - virði kr. 3,70 og kr. 25,00 - sum meira er keipumynd av landsfaðirinum Einar Gerhardsen, kemur søgan nústani. Einar Gerhardsen, sum manna millum eisini varð nevndur >>onkel Einar<< varð forsætismálaráðharri 1946-51, 1955-65. Hetta er brævið: Einvísar sendingar Hetta segði Poul Nyrup Rasmussen, á fundi í Nóatúni, seinnapartin mikudagin. Hann segði eisini, at hann ikki kendi útleggingina hjá Sjónvarpið Føroya aftur Tað er sagt nakrar ferðir fyrr, men Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, er ikki so glaður fyri tíðindafólk, sum eru ov nærgangandi. Hetta kom eisini tíðuliga til sjóndar, á fundinum í Nóatúni í gjár. Hann segði millum annað, at hann helt, at Sjónvarp Føroya, í teimum trimum sendingunum um kreppuna, hevði >>yvirdramatiserað<< rættuliga nógv. Hann legði tó afturat, at hann ikki hevði sæð allar sendingarnar, men at hann hevði fingið ein samandrátt av teimum, og tí kendi innihaldið. - Eg kann siga, at eg varð klókari av sendinginum. Nú skilji eg meira av kjakinum, sum er í Føroyum, um hetta mál. Er hatta tann einasta søgan, sum er frammi um, hvussu alt hendi, so skilji eg væl, hví føroyingar eru illa við. - Tað er ikki hvønn dag, at Danmark verður lagt undir, at verða ein bananrepublik, við einum einaræðisharra, sum eitur Poul Nyrup Rasmussen. Hatta er nýtt fyri meg, tað má eg siga. - Fyrsti parturin sendingin var um, hvussu Føroyabólkurin fyrireikaði kreppuna í Føroyum. Annar parturin var um, hvussu Nyrup legði felluna út fyri føroysku myndugleikarnar, og triðji parturin var um, hvussu føroyingar fóru í felluna. - Lat meg sláa fast, at bankahúsagangurin ikki var ein orsøk til kreppuna, men eitt úrslit av henni.Tí kenni eg ikki innihaldið í sendingunum aftur. - Eg vóni, at bankafrágreiðingin sigur søguna, sum hon er, soleiðis at vit kunnu sleppa av við allar myturnar, og byrja at tala saman aftur. Tað er, eftir míni meting, av allarstørsta týdningi fyri okkum øll . Høgni Hoydal rættar Nyrup Høgni Hoydal, sjónvarpsmaður, sum var ein av teimum sum gjørdi sendingina sigur, at hann partvís er samdur við forsætisráðharranum í tí, hann sigur, men Høgni leggur afturat: - Sendingarnar viðgera ikki, hvør tað er, sum hevur ábyrgdina av kreppuni. Vit hava ikki givið dønum, ella føroyingum, ábyrgdina fyri kreppuna. Vit hava víst á, hvussu danir valdu at gera, júst í hesum máli, og hvørji krøv teir settu. - Tað undrar meg eitt sindur, at teir øsa seg so. Tað átti at verið ein fyrimunur fyri allar partar, um alt kom fram í hesum málinum. Eg haldi, tað er skeivt av Nyrup at geva okkum skyldina fyri nakað, sum helst. Vit eru bara boðberi í hesum føri, og tað kann so ikki verða okkara skyld, um okkurt skeivt er gjørt. Høgni Hoydal sigur víðari: - Um onkur beinleiðis feilur var i sendingunum, onkur faktuellur feilur, so rokni eg við, at teir høvdu gjørt vart við tað. Tað hava teir ikki gjørt, og tað kunnu teir heldur ikki. Poul Nyrup Rasmussen tosaði um mytur, og hvønn týdning tað hevur at fáa tær av vegnum. Til tað sigur Høgni Hoydal: - Sendingarnar byggja ikki á mytur, men eru grundaðar á skjøl, sum vit hava fingið frá donsku ráðharrastovunum, og tað er stórur munur á Annars sigur Høgni Hoydal, at hann er samdur við Nyurp um, at tað er sera týdningarmikið, at vit kunnu koma víðari. - Vit kunnu ikki blíva við, at hanga í fortíðini. Men vit hildu, at tað var rætt at gera eina sendirøð, sum vísti, hvussu danir høvdu valt at handfara hetta mál. Hittust 73 ár seinni 88 ára gamli Jógvan Glerfoss úr Mikladali visti ikki betur, at bara hann var á lívi av teimum, sum i 1924 vóru við Arizonu. Men ein sunnudag í november mánaði hvakk hann við. Hann sat og lurtaði eftir útvarpinum, og har hevði Jógvan Arge samrøðu við Víkar-Jógvan, sum greiddi frá, at hann var sín fyrsta túrin til skips í 1924 við Arizonu. Jógvan Glerfoss bleiv so kløkkur, tí hann helt seg vera tann einasta frá tí túrinum eftir á lívi. - Eg hevði ongantíð sæð henda Víkar-Jógvan, sum búði í 50 ár í Danmark, aftur síðan 1924. Eg havi spurt eftir honum, men eingin visti at siga mær, og eg helt tí, at hann eisini mundi vera farin, og bara eg var eftir á lívi. - Tá eg so hoyrdi hann í útvarpinum, helt eg, at her kundi ikki vera talan um annað enn at fara norður at heilsa upp á mannin. - Eg ringdi til hansara, og hann var eisini fegin. Hann segði mær, at hann hevði fingið eitt lítið ljós av, at eg var á lívi. Jógvan Glerfoss hevur síðan í heyst hildið til hjá soninum á Argjum, og sunnudagin eftir, at hann hevði hoyrt Víkar-Jógvan fyrstu ferð í útvarpinum, fóru tveir synir saman við pápanum norður til Elduvíkar. Sjáldsamt - Hetta var ein rørandi løta, og vit báðir vóru samdir um, at hetta mundi vera sjáldsamt, at tveir gamlir vinmenn møttust aftur aftaná yvir 73 ár, báðir við sítt fulla skil. Jógvan Glerfoss hevði frammanundan ivast í, um hann mundi fara at kenna navnan aftur. - Tá vit møttust, var ymist, sum eg ministi væl aftur við honum. Eg kendi væl við málið á honum, tí tað var ikki so nógv broytt. Henda dagin í Elduvík tosaðu teir um túrin í 1924, eisini ymist skemtiligt, og teir søgdu hvør øðrum lívssøguna. Teir vóru tríggir fjúrtan ára gamlir sín fyrsta túr við Arizonu, teir báðir og so Alex Jacobsen av Húsum. Alex doyði í summar, og hann plagdi Jógvan Glerfoss javnan at práta við í telefon. - Henda dagin í Elduvík tosaðu vit um, hvussu harmiligt tað var, at vit allir tríggir ikki náddu at hittast. Vit vóru so væl. Heimbygd og ættarbygd - Tað var eisini stuttligt, at vit 73-74 ár seinni skuldi hittast aftur í heimbygd hansara og ættarbygd míni. Abbi mín var ættaður úr Elduvík. Hittast aftur - Tá vit skiltust, avtalaðu vit at hittast aftur, og vit hava síðan tosað einar tvær ferðir saman í telefon. Jógvan Glerfoss hevur alt sítt lív búð í Mikladali, men stutt eftir at konan doyði, tað var í september, fór hann suður á Landssjúkrahúsið, og síðan hevur hann verið hjá soninum á Argjum og er komin fyri seg aftur. Ætlanin er at fara norður aftur. Jógvan Glerfoss lærdi timbursmíð fyrst hjá abbanum og so hjá pápanum í Mikladali. Hann lærdi til seturskipara og førdi skip undir krígnum, og so lærdi hann til bátasmið. Um summarið var hann til skips, og um veturin smíðaði hann bátar. - Vit eiga at gleðast yvir lívið, meðan vit hava tað. Maður skal gleðast um arbeiði sítt. Nyrup í Nóatúni Forsætisráðharrin heilsaði upp á praktikantarnar hjá Sosialinum, tá hann var í Nóatúni og helt fyrilestur mikudagin Mikudagin klokkan 15 vóru nógv fólk savnað fyri at hoyra Poul Nyrup Rasmussen halda fyrilestur í Nóatúni. Nógv pressufólk vóru eisini komin. Mong, ja tey flestu, vóru komin uttanlands frá, t.d Danmørk og Noregi. Pressufólkið sá, í somu løtu bilurin kom, at hatta var Nyrup. Tey royndu, sum best tey kundu, at troðka seg fram at fyri at fáa eina mynd, men tó so, at Nyrup kundi koma inn. Løtan, áðrenn hann fór inn í hølið, har hann skuldi halda fyrilestur, gekk við at heilsa uppá tey ymisku, sum buðu honum vælkomnum. Troðkanin var ófør, og einaferð var ein danskur fotografur so óheppin at sløkkja alt ljósið í rúminum. Eftir at ljósið var komið í rætt lag í fundarhølinum, fekk Nyrup byrjað sín fyrilestur. Hann byrjaði við at umtala Føroyar á sín mest "diplomatiska" hátt, og bar fram nøkur dømi úr "Gummistyvlar eru tær einastu tempulsúlurnar ið vit eiga í Føroyum", sum Nyrupi dámdi sera væl. Hesa bók hevur Jóanis Nielsen skrivað. Poul Nyrup umtalaði eisini tey stóru virðini, m.a. mentan og náttúru, vit hava í Føroyum í dag, og sum vit eiga at halda fast við. Eftir okkurt um ein tíma, kundi pressan og onnur seta honum spurningar, sum tey vildu. Klokkan 16 endaði fundurin, og nøkur vildu aftur hava eitt lítið orð frá forsætisráðharranum áðrenn hann fór. Og meðan tey flestu troðkaðu aftur at durunum, fingu praktikantarnir á Sosialinum høvi at hitta forsætisráðharran einsamallan og fáa eina mynd saman við honum. Minningarorð um Hanus við Høgadalsá Minningarorð Hanus við Høgadalsá, sum andaðist 84 ára gamal í gjár, mundi vera ein tann einasti av teimum føroyingunum, sum í góðum árum vendu aftur til Føroya úr Danmark eftir kríggið og fóru bygd úr bygd at yvirtala fólk at atkvøða fyri loysing á fólkaatkvøðuni 14. september 1946. Við honum er eisini tann seinni av teimum báðum fyrstu tjóðveldismonnunum á tingi farin. Hann var ættaður úr bóndahúsunum frammi í Stovu við Á í Kaldbak. Sum so mangur kaldbaksmaður hevði hann eftirnavnið Vang. Á yngri árum undirskrivaði hann seg stundum Hanus við Á eftir føðistaðnum, og hann ætlað at fáa sær eftirnavnið við Á. Men onkursvegna bar hetta ikki til, og hann fekk sær tí í staðin sernavnið á ánni og kom at eita Hanus við Høgadalsá eitt hábærsligt navn fyri ein hábærsligan mann. Hann fór tann bókliga vegin, tók realprógv í Havn og fór í postlæru í Danmark. Hann starvaðist á posthúsi í Danmark og eftir kríggið í Føroyum. Men hansara borgarliga virksemið gjørdist skjótt annað og fjølbroyttari. Hann var leiðari í Samvinnufelag Fiskimanna, og hann var við til at stovna Føroya Útflutningssamtøku í 1960-unum sum alternativ til Føroya Fiskasølu. Hann var eisini reiðari, m.a. á nótaskipinum Boðanesi. Hann hevði mong álitis- og nevndarstørv, eitt nú var hann nevndarlimur í Føroya Banka. Tá Húsalánsgrunnurin varð stovnaður í 1964, varð hann valdur til formann í stýrinum hevði sum slíkur umsitingina av grunninum um hendi. Skiftandi landsstýri valdu hann aftur í formanssessin - ivaleyst tí, tey ásannaðu, at bíligari enn Hanus kundi neyvan nakar umsita henda grunn. Tað var eitt eyðkenni fyri hann, at hann vildi hava lítla og bíliga umsiting. Hetta sást eisini aftur í, at bæði Húsalánsgrunnin, sítt reiðaravirki og annað virksemi kundi hann umsita í einum skoti úti undir væðingini í Føroya Banka. Í mong ár hevði hann, haldi eg meg minnast, bara eitt fólk aftrat sær. Hann hevði eisini stóran áhuga fyri bókmentum og list. Hann var ein av undangongumonnunum at fáa Listaskálan bygdan, og hann var millum teir fyrstu, sum týddu bøkur til upplestur, tá Útvarpið fór undir hetta megnar tiltak. Hann umsetti Barabbas eftir Pær Lagerkvist, sum Oskar Hermansson sáli so meistarliga las upp í 1960. Alt hetta, eg havi nevnt - og hetta er bara nakað av øllum - kom aftrat lívsstarvinum hjá Hanusi, sum var at vera politikari. Hann fegnaðist aman við tjóðini og teimum fólkum hann hevði stríðst saman við, tá føroyingar valdu loysing á fólkaatkvøðuni í 1946. Og hann var eins og hinir dyggiliga vónsvikin, tá heimastýrislógin gjørdist úrslitið. Hann varð tí ein av stovnarunum av Tjóðveldisflokkinum í 1948, og í 1950 kom hann sjálvur annar á ting fyri flokkin, umboðandi Suðurstreym. Hann sat á tingi í 24 ár út í eitt, til 1974. Eg var so heppin at uppliva tað, at sita saman við honum á tingi í átta ár. Hann var ikki orðaríkur maður, hvørki av tingsins røðarapalli, á nevndarfundi ella floksfundi. Men hvørt einasta orð vigaði og tað væl. Eg skal, eins og so mong onnur, bæði á tingi og í býráðnum, har hann sat í 13 ár, bera honum alt gott. Hann var eitt frálíkt dømi um, at tað ber væl til samtíðis at vera bráðsintur og góður at samarb eiða við. Av lyndi, haldi eg meg kunna siga, var Hanus meira at kalla konservativur. Men samstudis var hann ramasti loysingarmaður, eg havi hitt. Nú er so fjørðurin rógvin, og hann hevur lagt árarnar inn. Saman við konuni Honnu, børnunum Hervør, Gesti, Guðruni og Úlvi og teimum avvarðandi annars eigur tjóðin góð minni um ein megnar mann. Finnbogi Ísakson Nógvir føroyingar ætla sær til HM í summar Fótbóltur: Fyrrapartin í gjár hevði FSF fingið ikki færri enn 267 bíleggingar úr Føroyum um atgongumerki til HM-endaspælið í Fraklandi í summar Um eitt hálvt ár byrjar HM-endaspælið í fótbólti, sum verður í Fraklandi. Føroyingar kunnu bíleggja atgongumerki til HM-dystirnar gjøgnum FSF, og áhugin tykist vera rættiliga stórur. Fyrrapartin í gjár hevði FSF fingið ikki færri enn 267 bíleggingar frá føroyingum, sum vilja sleppa til HM-dystirnar. Tað eru serliga dystirnir hjá Danmark og seinastu avgerandi dystirnir, sum fólk vilja sleppa at síggja. Summi hava sligið seg saman og bílagt 30 atgongumerki til onkran dyst. Tey, sum ætla sær at fáa atgongumerki gjøgnum Fótbóltssambandið, mugu nú bera skjótt at, tí tey skulu bíleggjast áðrenn leygardagin. Mánadagin verða bíleggingarnar so sendar víðari, og so gongur ivaleyst eitt sindur av tíð, áðrenn nakað frættist aftur. FIFA vil ikki senda atgongumerkini út til keypararnar ov skjótt, tí vandi er fyri, at keyparin selir tey víðari. Vandin í hesum er millum annað, at áskoðarar hjá báðum liðum koma at sita saman, og av trygdarávum royna fyrireikararnir at sleppa undan hesum. HM byrjar 10. juni við dystinum millum Brasilia og Skotland, og fyrsti dystur hjá Danmark verður 12. juni í Lens móti Saudi Arabia. HM endar við finaluni 12. juli. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo H71 kann framvegis fáa pláss í finaluni Hondbóltur: VÍF dró longra stráið í dystinum móti H71 í Vestmanna sunnudagin. Men vestmenningar kunnu enn ikki kenna seg tryggar H71 helt lív í vónini um at røkka finaluna í steypakappingini hjá monnunum við at avmarka tapið móti VÍF til tvey mál. Ikki tí, H71 kundi tað sama vunnið, men vestmenningar vístu seg at vera stinnari, tá ið á stóð. Nógv fólk vóru í høllini, og mangan leikaði hart á. Tilsamans vóru 14 útvísingar í dystinum, átta til VÍF og seks til H71, og móti endanum av dystinum fekk Hallur Danielsen hjá H71 reyða kortið. Tað gekk javnt á allan vegin - VÍF var eitt vet frammanfyri, men megnaði ongantíð at sleppa heilt frá hoyvíkingum. Vanliga eru tað Ingi og Áki Olsen, sum skjóta málini hjá VÍF, og teir gjørdu eisini helvtina av málunum hjá teimum gulu í hesum dystinum. Men eisini Sámal Joensen gjørdi vart við seg og fekk átta mál. Dystirnir millum VÍF og H71 í ár hava verið rættiliga javnir. Nú er lagt upp til eitt brak, tá seinna hálvfinalan verður spæld í Havn komandi mikudag. Tá má H71 so spæla uttan Hallur Danielsen, sum er leikbannaður. VÍF-H71 30-28 (15-14) VÍF: Sámal Joensen 8, Áki Olsen 8, Ingi Olsen 7, Petur F. Joensen 3, Rógvi Nielsen 2, Martin Hummeland 1, Hjalmar K. Olsen 1. H71: Hans Guðmundsson 10, Jákup S. Simonsen 8, Hallur Danielsen 3, Annfinn N. Debess 3, Halgir D. Olsen 3, Jákup á Borg 1. Útvísingar: VÍF 8, H71 6. Burturvísing: H71 1. StÍF annað beinið í finaluni Hondbóltur: Tað var eitt sindur meira spennandi enn seinast, men vinnarin gjørdist tann sami. StÍF vann fyrru hálvfinaluna móti Kyndli við tveimum málum og hevur sostatt annað beinið í finaluni. Sunnudagin vann StÍF sannførandi á Kyndli í seinasta landskappingardystinum hjá monnum áðrenn endaspælið. Mikukvøldið hittust somu liðini aftur, hesa ferð í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini, og vinnarin varð aftur StÍF. Dysturin mikukvøldið var eitt sindur meira spennandi enn dysturin sunnudagin, men kortini hevði ein varhuga av, at tað vóru strandingar sjálvir, sum skaptu spenningin. Í hálvleikinum stóð á jøvnum 10-10, men beinanvegin í seinna hálvleiki tók StÍF seg trý mál framum, og Kyndil kom ongantíð aftur nærri enn at vera eitt mál aftanfyri. Serliga høvdu Kyndlamenn trupult við at steðga Arthur Johansen, sum gjørdi níggju av teimum 27 málunum hjá StÍF. Í dystinum sunnudagin var lítið veiggj í Kyndlaliðnum, men tað sást, at teir hesa ferð ætlaðu sær okkurt annað. Tvær hálvfinalur skulu spælast, og tí er tað ikki líkamikið, hvussu stórur munurin er - hvørt mál telur. Tí varð eisini kempað til tað seinasta, og tvey mál kunnu skjótt takast innaftur. Men eitt er, hvussu støðan sær út á pappírinum, eitt annað er veruleiki. Tað skal nógv til, um Kyndil skal vinna seinnu hálvfinaluna. Hóast Kyndil vísti meira vilja mikukvøldið enn í dystinum sunnudagin, so var tað StÍF, ið stýrdi leikinum so at siga alla tíðina, og Kyndil var ongantíð á odda í dystinum. Tá strandingar vóru komnir á odda við trimum málum í byrjanini av seinna hálvleiki, varð Dánjal Bærentsen settur í kyndlamálið fyri Hans á Lag, og tað hjálpti eitt sindur. Kyndil hálaði seg upp á 17-16, men so tóku strandingar time-out, skoraðu til 18-16 og Kyndil fekk ein mann vístan út í tveir minuttir, og so gjørdist einki. Í fyrra hálvleiki komu bert tjúgu mál - tíggju til hvørt liðið - og spælið var ikki serliga gott. Seinni hálvleikur var eitt sindur meira undirhaldandi, tað komu fleiri mál, men spælið var framvegis rótut. StÍF vísti seg kortini at vera betra liðið, og nú líkist tað nógv eini finalu millum StÍF og VÍF. Kyndil skal í øllum førum vísa meira enn teir hava gjørt seinastu tveir dystirnar móti StÍF, um teir ætla sær at vinna steypakappingina í ár. VÍF má vera favorittur til at koma í finaluna og vinna hana, men um Arthur Johansen og Jónleif Sólsker hava ein góðan dag, kunnu teir taka vestmenningar á bóli. Kyndil-StÍF 25-27 (10-10) Kyndil: Bárður Johannesen 9, Hannis Wardum 6, Bjarni Wardum 4, Hans Á. D. Christiansen 2, Niklas Durhuus 2, Heini Joensen 2. StÍF: Arthur Johansen 9, Agnar Højgaard 6, Jónleif Sólsker 5, Poli Hansen 3, Pauli Hansen 2, Sveinbjørn Poulsen 2. Útvísingar: Kyndil 4, StÍF 3. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Javnleikur á Skála Hondbóltur: StÍF og Neistin spældu javnt í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum. Fyrra hálvfinalan millum StÍF og Neistan í steypakappingini hjá kvinnum endaði við javnleiki 14-14, eftir at StÍF hevði verið á odda 8-6 í hálvleikinum. Dysturin var javnur allan vegin, og langt var millum málini. Bestu málskjúttar hjá Neistanum vóru Inga Danberg og Mildrið Jacobsen við fýra málum í part. Kára á Dunga og Rúna Wardum gjørdu trý hvør. Hjá strandakvinnum royndist Paula B. Jacobsen best sum málskjútti. Hon gjørdi fimm mál. Neistin og StÍF endaðu saman við Kyndli grundspælið í landskappingini við sekstan stigum, og einki er enn avgjørt um, hvør av hesum báðum skal spæla móti Kyndli í finaluni. VÍF-kvinnurnar góvu Kyndli ein hvøkk Hondbóltur: Kvinnurnar hjá Kyndli vunnu sína hálvfinalu móti 2. deildarliðnum hjá VÍF, sum kortini ikki smæddist burtur. Besta kvinnuliðið hjá Kyndli vann sum væntað hálvfinaluna móti 2. deildarliðnum hjá VÍF í Vestmanna mikukvøldið. Men vestmannakvinnur góvu Kyndli skarpan gang í fyrra hálvleiki, og ikki fyrr enn væl inn í seinna hálvleik fingu tær grønu greiða leiðslu og vunnu at enda 26-18. Enn einaferð var tað Lotte Sørensen, sum skaraði framúr. Í dystinum móti StÍF um vikuskiftið gjørdi hon tólv mál, tá Kyndil vann 27-26. Hesa ferð fekk hon >>bert<< tólv mál. Fleiri av spælarunum á VÍF-liðnum hava royndir úr 1. deild, og til tíðir sást tað ikki, at liðið nú spælir í 2. deild. Men so líðandi gjørdist tað kortini greitt, at Kyndil er eitt av bestu liðum í 1. deild, meðan VÍF als ikki er í 1. deild. Men tað tók langa tíð. Tá ein triðingur var spældur av seinna hálvleiki, stóð á jøvnum 14-14. Men so gjørdi Lotte Sørensen trý mál á rað til 17-14, og Jórun Ludvig og Jacklin Djurhuus øktu til 19-14, og so var liðugt. Tey munnu vera heilt fá, sum rokna við, at Kyndil fer at blaka hesa leiðsluna burtur í returdystinum, og sostatt er lítið at ivast í, at tað verður Kyndil, sum skal spæla finaluna móti antin StÍF ella Neistanum. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Sinnaður at gera broytingar í ríkisfelagasskapinum - Men tað krevur, at føroyska politiska skipanin fyrst verður samd um málið, sigur Poul Nyrup Rasmussen, sum mikudagin varð kunnaður um sjálvsstýrislógaruppskotið hjá Javnaðarflokkinum - Føroyingar gera sjálvir av, hvussu skal vera við ríkisfelagsskapinum. Hetta hevur Poul Nyrup Rasmussen sagt fleiri ferðir undir vitjanini í Føroyum hesaferð. - Eg haldi ikki, at tað er rætt av mær at siga, hvat eg haldi um eina nýggja sjálvstýrislóg. Eg bíði eftir hvat ein breiður meiriluti av løgtinginum heldur, og so taki eg støðu út frá tíð. - Men tá broytingar verða gjørdar í ríkisfelagsskapinum, so er tað altíð tað samfelagið, ið ynskir broytingarnar, sum sjálvt ger tað av, segði forsætisráðharrin. - Men vit tosa sjálvandi saman um málið. Tá onkur av donsku tíðindafólkunum spurdi forsætisráðharran, um Danmark vil verja ríkisfelagsskapin, soleiðis sum hann er, svaraði forsætisráðharrin, at Danmark ikki fer at leggja trýst á, um hinir partarnir í ríkisfelagsskapinum vilja hava broytingar. Sosialurin spurdi Poul Nyrup Rasmussen, um hann á fundinum við Javnaðarflokkin hevði fingið frágreiðing um sjálvstýrislógaruppskotið hjá Javnaðarflokkinum. - Jú, tað havi eg. Umboðini fyri Javnaðarflokkin greiddu mær frá uppskotinum, sum í fyrstu atløgu snýr seg um at leggja fyri tingið uppskot um eina stjórnmálanevnd, sum í eitt ella tvey ár skal fyrireika endaliga uppskotið. - Verður ein breiður meiriluti á tingi fyri uppskotinum, so fara vit sjálvandi fúsir at viðgera uppskotið konstruktivt, sigur forsætisráðharrin. Poul Nyrup Rasmussen legði afturat, at ætlanin hjá Javnaðarflokkinum er at gera eina sjálvstýrislóg innan ríkisfelagsskapin, og hann legði dent á, at hann fegin vil varðveita ríkisfelagsskapin. - Tað harmar meg, um fólk ikki duga at síggja perspektivini í ríkisfelagsskapinum, segði forsætisráðharrin at enda á tíðindafundinum á Hotel Hafnia mikukvøldið. Eg eri ikki fullkomin Poul Nyrup Rasmussen heldur, nú hann lítur aftur um bak, at hann skuldi verið komin til Føroya fyrr - Tað hevði verið rættari av mær at verið komin til Føroya fyrr, og eg átti eisini at verið komin við viðmerkingum um støðuna fyrr, heldur enn at bíða. Hetta sigur Poul Nyrup Rasmussen um tøgnina, sum hevur valdað í forsætismálaráðnum, tá spurningar um Føroyamálið hava verið settir. Poul Nyrup Rasmussen sigur, at alt tað, hann hevur frætt í fjølmiðlunum um Føroyamálið hevur verið ógvuliga frustrerandi, men hann vildi ikki blanda seg í kjaki - men tað heldur hann nú, at hann átti at havt gjørt. - Men tú hevur heldur ikki lurtað eftir Jóannes Eidesgaard og Atla Dam? - Eingin er fullkomim - heldur ikki eg... - Hví hava tú og Jóannes Eidesgaard ikki kunna tosað saman? - Eg eri kanska ikki tann einasti, sum ikki eri fullkomin, svaraði forsætisráðharrin speiskliga tíðindafólkunum á Hotel Hafnia týskvøldið. Poul Nyrup Rasmussen: - Tit tóku størsta takið í 1993/94 - Tað er eindømi í Vesturheiminum, at eitt land hevur reist seg so skjótt aftur búskaparliga, heldur forsætisráðharrin - Høvuðsendamálið við ferðini í Føroyum var at strika undir, at ríkisfelagsskapurin er annað enn bankakanningin, segði Poul Nyrup Rasmussen á seinna tíðindafundinum á Hotel Hafnia mikukvøldið. - Persónligu samrøðurnar, eg havi havt við føroysku politikararnar, hava verið merktar av javnvág og respekt, og hevur talan verið um samrøður á jøvnum føti. Eg fegnist eisini um, at kreppan frá fyrst í 90'unum er um at hæsa av, og eg má leggja afturat, at tað er fantastiskt, at føroyingar hava klárað so væl at koma burtur úr eini so stórari kreppu, segði forsætisráðharrin. Og hann legði afturat: - Tað er eitt eindømi í Vesturheiminum, at eitt land, sum missir triðingin av inntøkunum, so skjótt megnar at reisa seg aftur. Men eingin ivi skal vera um, at hetta er takkað veri teimum búskaparligu inntrivum, sum gjørd vóru í 1993/94 - og hjálpini úr Danmark. Skjót politisk viðgerð neyðug Í sambandi við at bankakanningarnevndin almannakunnger frágreiðing sína 16. januar 1998, mælir Kristiligi Fólkaflokkurin til, at nevnd við umboðum úr øllum flokkum verður sett beinanvegin at viðgera úrslitið hjá kanningarnevndini, og at tingnevndin fær í mesta lagi 20 dagar til at koma við einari niðurstøðu, og skal sjálv kanningin hjá bankakanningarnevndini saman við úrslitinum hjá løgtingsnevndini koma til viðgerðar á Føroya Løgtingi í seinasta lagi týsdagin 17. februar 1998. Løgtingsnevndin skal eisini meta um: a)Hví danska stjórnin gekk ímóti einmæltari løgtingssamtykt um eina dómarakanning? b)Hvør hevur ábyrgdina av Føroyabólkinum og áheitanini til Fíggjareftirlitið? c)Hvør var orsøkin til at virðini á sethúsum vórðu sett niður? d)Hvør hevur ábyrgdina av, at Frank Jensen, løgmálaráðharri sigur eitt og løgmaður nakað annað í sambandi við gegnið hjá Michael Rekling? e)Hvør hevur ábyrgdina av, at IMF varð koblað frá sum ráðgevi í búskaparligum spurningum, eftir at Poul Nyrup Rasmussen hevði tikið við sum forsætisráðharri? f)Hvør var osøkin til at Fossbankin varð koyrdur av knóranum? Tað má metast at hava stóran týdning fyri føroyska samfelagið, at úrslitið hjá bankakanningarnevndini fær skjóta politiska viðgerð, og at niðurstøða verður gjørd, sum føroyskir myndugleikar kunnu halda seg til. Lasse Klein, form. í tingbólki KrF's Rætting til grein um undisjóvartunnil Í grein í Sosialinum 7. jan. í ár undir heitinum >>Vit eru ikki biðin um at skunda okkum við undirsjóvartunnlinum<< eru nakrir skeivleikar í mátanum, sum undirritaði verður endurgivin frá telefonsamrøðu um málið. Fyrst er at viðmerkja til yvirskriftina, at hon gevur eina skeiva mynd av, hvussu málið verður viðgjørt í umsitingini. Blaðmaðurin spurdi beinleiðis, um umsitingin hevði fingið boð um at skunda sær at gera lógaruppskot um at gera undirsjóvartunnil til Vágarnar. Undirritaði svaraði, at ongi boð vóru komin um at skunda sær at gera lógaruppskot. Síðani greiddi undirritaði frá, hví so er, nevniliga at málið umsitingarliga verður viðgjørt innan karmarnar av eini samlaðari samferðsluætlan, har spurningurin um sambandið um Vestmannasund inngongur sum eitt av fleiri málum. Hetta merkir, at hvørki serligur skundur ella drál er í málinum um eina møguliga undirsjóvartunnilsgerð, men at hetta málið verður viðgjørt saman við øðrum týðandi málum í hesum bólkaarbeiði, sum eftir ætlan verður liðugt 1. desember í ár. Undirritaði hevur onki sagt viðvíkjandi spurninginum um ella nær væntast kann, at farið verður undir arbeiðið at gera sjálvan undirsjóvartunnilin. Undirritaði gjørdi júst hesum viðvíkjandi greitt, at hetta er ein politiskur spurningur, ið bert kann verða avgjørdur av politikarum. Eisini verður undirritaði í greinini endurgivin fyri at hava sagt, at eg síggi fyri mær, >>...at ein undirsjóvartunnil liggur eini tvey valskeið, t.v.s. eini átta ár frammi í tíðini<<. Hetta er púra skeivt endurgivið, helst av misgáum. Henda misskiljing stavar møguliga frá tí eg segði um, at tíðarkarmurin fyri metingarnar í nevndu samferðsluætlan er eini 4-8 ár viðvíkjandi tørvinum á íløgum til alt samferðsluøkið, t.e. vegir, tunlar, havnir, strandfaraskip, flogvallaviðurskifti o.a. Tað merkir bert, at ætlanin skal vera ein roynd at lýsa nøkur ávís viðurskifti í einum tíðarskeiði røkkandi frá degnum ídag og nakað inn í næstu øld, og hevur onki samband við spurningin um, nær hugsast kann, at byrjað verður at gera ein møguligan undirsjóvartunnil. Vinarliga, Sigmundur Isfeld, fulltrúi á Samskiftisdeild Vinnumálastýrisins Verkfall og mótmælisgonga - Landsstýrið og løgtingið eiga ikki at gjara út til vinstru og høgru, siga fleiri fakfeløg, sum óttast nýtt búskaparligt skrædl. Tí er meginparturin av arbeiðsmegini í dag í verkfalli, og í dag verður mótmælisgonga í Havn Seinastu dagarnar hava fakfeløg fundast dúliga og fyrireikað tiltøk fyri at mótmæla førda búskaparpolitiikkinum, og á middegi í gjár varð lýst við 24 tíma arbeiðssteðgi fá á midnátt gjárkvøldið til á midnátt í kvøld. 15 feløg lýstu arbeiðssteðgin, men feløgini eru væl fleiri, av tí at nógv eru meginfeløg við fleiri feløgum undir sær. Mett verður, at arbeiðssteðgurin umfatar meginpartin av arbeiðsstyrkini. Men so eru tað eisini onnur fakfeløg, ið ikki fara í verkfall. Tey taka undir við tiltøkum og standa saman við teimum 15 aftan fyri mótmælisgonguna, sum verður kl. 15 í dag. Gingið verður frá Sjónleikarhúsinum, oman gjøgnum býin og til Tinghúsið, har fundur verður við røðum og sangi. Tey 15 fakfeløgini, sum farin eru í verkfall, eru: Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Arbeiðarafelag, Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður, Føroya Postfelag, Starvsmannafelagið, Føroya Prentarafelag, S&K, Føroya Heimahjálparafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Handverkarafelag, Føroya Blaðmannafelag og Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag. Feløgini siga, at tey bera ótta fyri, at førdi búskaparplolitikkurin førir til nýggjan húsagang. Feløgini taka undir við sjónarmiðunum hjá búskaparrøðinginum um, at landsstýrið og løgtingið eiga ikki at gjara út til vinstru og høgru. - Politikkur landsstýrisins og løgtingsins tykist vera at nýta hvørja krónu, ið møguliga vísir seg í yvirskotinum á Løgtingsfíggjarlógini, at gjara út við nú upp undir val. Búsksparfrøðingar mæla landsstýrinum til framhaldandi at føra ein strangan fíggjarpolitikkk. Teir vísa á, at á tann hátt kunnu vit rinda partar av uttanlandsskuldini aftur. - Men landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, landsstýrið og løgtingið sum heild, letst sum hava búskaparfrøðingarnir onki sagt. Fakfeløgini bera ótta fyri nýggjum búskaparligum skrædni átókt skrædlinum fyrt í 90-áruum, og limir felaganna góðtaka á ongan hátt eina ferð aftrat at rinda rokninga fyri høpisloysið, siga feløgini. At førdi fígjarpolitikkurin er liður í eini størri ætlan at broyta politikkin og skipanina sum heild, eru fakfeløgini ikki í iva um. - Bæði reiðarar og framstandandi politikarar hava longu boðað frá, at uppskotið um skattalætta skal vinnast aftur í lægri hýrum. Hvat er tá vunnið, og hvat verður tað næsta? Hetta er byrjanin til lønarniðurskurðin, sum politikarar hava boðað frá, siga fakfeløgini, sum mæla veljarunum frá at velja aftur nakran tinglim, sum tekur undir við verandi fíggjarpolitikki. VERKFALL Á MIDNÁTT Fakfeløgini óttast nýggja búskaparkreppu, og fyri at mótmæla førda politikki landsstýrisins fara eini 20 fakfeløg á midnátt í 24 tíma verkfall, og fríggjadagin verður mótmælisgonga Meira kemur seinni Ódugnaskapur er ikki fastleiki - hetta sigur Helena Dam á Neystabø, í eini viðmerking til nýggjársrøðu løgmans. Hann koyrdi Sámal Petur í Grund úr starvi, tí hann tosaði um undirsjóvartunnil, men helt sjálvur fram við ætlanini Í sambandi við nýggjársrøðu løgmans, hava vit biðið Helenu Dam á Neystabø, úr Sjálvsstýrisflokkinum um nakrar viðmerkingar. - Tað var tunt soð, og flysa vit sjálvrósið burturav, so stóðu vit eftir við ófrættadámi. Tað, hon her hugsar um er, at løgmaður boðaði frá møguligum sparingum og skattahækkingum komandi ár. - Tey sum skulu taka við eftir Edmund Joensen, fáa eina tunga byrðu at lyfta, skulu vit koma burturúr tí skuldarhafti, sum Edmund Joensen ikki hevur megnað at gera avtalu við donsku stjórnina um. Helena Dam á Neystabø heldur, at Løgmaður vendir øllum á høvdið: - Fyrst finst hann at teimum smærri broytingunum, sum fóru fram í fíggjarnevndini í fjør, samstundis sum hann ikki, við einum einasta orði nevnir, at eisini løgmaður beint undan jólum góðtók, at minka munandi um inntøkurnar hjá landskassanum næsta ár. Ongin vilji at taka tøk Helena Dam á Neystabø heldur eisini, at løgmaður sýnir lítla virðing fyri teimum, hann samstarvar við. - Hann leggur dent á at gykla fyri føroyingum, at hann einsamallur eigur æruna av, at Føroyar um árslok 1997 eru betri fyri enn í 1994. Rós til sín sjálvs og rís til øll onnur. - Hetta er lítið virðiligur atburður hjá tí sum situr í landsins hægsta embæti, og eigur helst onga aðra viðmerking uppiborna. - Vit, sum hava samstarvað við løgmann og flokk hansara vita, at tað er ikki haðani, viljin kemur at taka tøk. Men, sigur hon: - Hetta skal ikki forða Sjálvsstýrisflokkinum, at fegnast um, at tað - eisini við okkara luttøku - hevur eydnast at bøta um ta truplu støðu, sum Føroyar komu í fyrst í nítiárunum - Men tá løgmaður undirstrikar, at einki var framt, fyrr enn hann tók um stýrisvølin í 1994, so ásanna vit, at fleiri av teimum tyngstu og truplastu tøkunum vóru tikin áðrenn. Fegnast um vøksturin Helena Dam á Neystabø sigur, at eisini Sjálvsstýrisflokkurin fegnast um, at lønargjaldingarnar eru hækkaðar, men tað er at fara lætt um sannleikan, als ikki at nevna fyri føroyingum, at meginorsøkin til hesa gongd er tann risastóri vøksturin í fiskiveiðuni. - Hava vit henda vøkstur í huganum, so er ein lønarvøkstur uppá 7% í høvuðsvinnuni, og ein vøkstur uppá 8% í útflutninginum ov lítil. Veiðan av virðismiklum fiskasløgum er fleirfaldað. - Vit mugu ásanna, at stórur vandi er fyri, at fiskastovnanir enn einaferð eru alt ov hart troyttir. Samstundis nevnir hon, at løgmaður finst at øllum øðrum fyri ikki at vilja keypa virkir frá P/F Fiskavirking. - Øll, sum hava fylgt við vita, at løgmaður sjálvur hevur verið størsta forðingin fyri framburði innan fiskivinnuna á landi seinastu árini. Ódugnaskapur Helena Dam á Neystabø hevur eisini nakrar viðmerkingar til fastleika løgmans. - Hann tekur sum dømi, at flokkar hava givið upp. Øll vita Sjálvsstýrisflokkurin varð koyrdur úr samgonguni orsakað av, at landsstýrismaður okkara vendi sær til samgonguna við fyrispurningi um fast samband um Vestmannasund. Ein verkætlan, sum eftir ætlan landsstýrismansins, skuldi tyngja minst um fíggjarlóginar frameftir. - Nú skuldi ein trúð, at alt prát um fast samband helt uppat, men so var ikki. - Tjúgutals milliónir eru settar á fíggjarlógina bæði fyri 1997, 1998 og fleiri ár frameftir, fáar dagar eftir, at Sjálvsstýrisflokkurin var útblakaður. Hetta heldur Helena ikki passa serliga væl inn í myndina um fastleika, hon sigur: - At kalla slíkan ódugnaskap og manglandi skygni fyri fastleika, sigur eitt sindur um, hvønn týdning man skal leggja í hesa nýggjársrøðu løgmans. Túnatos og sjálvrós - sigur Finnbogi Ísakson, um nýggjársrøðuna hjá Edmundi Joensen, løgmanni. Eisini var hon ósamanhangandi Nýggjársrøðan hjá Edmundi Joensen, var sera ósamanhangandi. Hetta sigur Finnbogi Ísakson úr Tjóðveldisflokkinum í eini viðmerking til nýggjársrøðuna hjá Edmundi Joensen, løgmanni. - Edmund Joensen byrjar við at rósa sær sjálvum, og hinum landsstýrismonnunum fyri, at tað búskaparliga gekk betri í 1997. - Men hyggja vit eftir orsøkunum til, at tann føroyski búskapurin er betri fyri í 1997 enn í 1996, so er ein av orsøkunum, at meiri fiskur er komin uppá land, og ikki minst, at meiri er fingið fyri hann. - Hetta er alt nakað, sum er komið uttanífrá. Landsstýrið hevur ikki havt møguleika at ávirka hesi tiltøk á nakran hátt. - Og tað fýlist eg á. Løgmaður kann ikki vísa á eitt einasta tiltak frá Landsstýrinum sum hevur betra búskaparligu støðuna í hesum landi. - Men, samstundis spáar hann okkum eitt ringt komandi ár, við sparingum og skattingum, og tað fái eg ikki at hanga saman við byrjanini. Ov lítið sparsemi Hinvegin, heldur Finnbogi Ísakson, at teir í Landsstýrinum hava verið alt ov glaðir fyri, at lata pening úr landskassanum. - Tá eg játtaði at atkvøða fyri fíggjarlógini, kravdi eg, at tað skuldi latast ein skattalætti uppá uml. 100 mió kr., og tað varð gjørt. Men teir halda bara fram at gjarða út. - Tað er onki lagt niður fyri, eitt nú til at gjalda skuld við. Likviditeturin hjá landskassanum er ikki betri enn góður. Løgtingið hevur sjálvt samtykt, at likviditeturin skal vera minst 15% av bruttotjóðarúrtøkuni, og tað svarar til uml. 870 mió kr. - Í løtuni er likviditeturin eitt sindur meira enn 1 mia. kr., men tað er ikki nóg mikið. - Tað einasta, Landsstýrið kann gera fyri at betra um likviditetin hjá landskassanum, er at spara upp. Tað ber ikki longur til at leggja í grunnar, og tí má uppsparingin hjá landskassanum økjast. Serliga tí, at tað eru viðurskiftir uttanífrá, sum vit onga ávirkan hava á, sum gera, at likviditeturin hjá landskassanum knappliga broytist til tað verra. Finnbogi Ísakson stendur ikki einsamallur við hesum uppfatan av støðuni. Um ársskifti fekk Landsstýrið ein dyggan framman á frá búskaparfrøðingum og øðrum serkønum fólki. Bæði Bjarni Olsen, stjóri á Hagstovu Føroya og Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, hava alment funnist at landsstýrinum, fyri ikki at føra ein nóg varnan fíggjarpolitik. - Men eg haldi at tað kenst meira svárt hjá Edmundi Joensen, at eisini Ráðgevandi nevndin átalar landsstýrið fyri at føra ein ov linan fíggjarpolitik. Hann lurtar meiri eftir Ráðgevandi nevndini, enn eftir okkara egnu serkønu. Valrøða og politiskt túnatos Edmund Joensen sigur eisini, at Ríkisfelagsskapin er ein av orsøkunum til, at tað búskaparliga gongur rætta vegin. Hesum er Finnbogi Ísakson ikki samdur í. - Í ringum tíðum, høvdu vit verið betri stødd við ikki at havt krónusamband við Danmark. Danska krónan er sterk, og tað hevur eftir míni meting kosta okkum dýrt. Harafturat heldur Finnbogi Ísakson, at Rríkisfelagsskapurin gevur ein falskan tryggleika: - Undan 1992 hildu politikarar, at landið ikki kundi fara á húsagang, tí Danmark stóð aftanfyri. - Nú vita teir, at tað kann. Finnbogi Ísaksson fílist eisini á, at tann almenna umsitingin í Tinganesi er økt so øgiliga nógv síðani 1994. - Eg eri púra samdur í, at almenna umsitingin skal broytast og mennast. Men tað er mátin, sum tað er gjørt uppá. Tey, sum eru sett í starv í Tinganesi seinastu fýra árini, eru næstan bara stjórar og fulltrúar. Ongi skrivstovufólk. Tað er sum at manna eitt skip bara við skipsførarum og ongum dekkara. Tað ber ikki til. - Annars er talan um eina valrøðu og politiskt túnatos, sigur Finnbogi Ísakson.at enda. Luitjen Apol fær úr at gera Hann verður formaður í Landsstýrismálanevndini, hann verður limur í Fíggjarnevndini og hann verður limur í uttanlandsnevndini. Luitjen Apol kemur í eina rættuliga lyklastøðu, um Kristian Magnussen torir at lata honum tingsessin. Um ikki má Kristian Magnussen sjálvur í tingið - og ein møguleiki er tá, at Óli Jacobsen aftur fer í landsstýri... Enn er ógreitt, hvussu verður við tingsessinum hjá Verkamannafylkingini eftir at Ernst Hansen er deyður. Næsti maður á listanum hjá Verkamannafylkingini í Suðurstreymi er Luitjen Apol. Men trupulleikin hjá Kristian Magnussen, sum upprunaliga varð valdur á ting er, at Luitjen Apol hoyrir til tann partin av Verkamannafylkingini, sum á sinni gav Kristiani Magnussen og Óla Jacobsen durafjórðingin. Men tekur Kristian Magnussen ikki sæti á tingi sjálvur, so slepst ikki undan, at Luitjen Apol kemur á ting - tí stýrisskipanarlógin fyriskipar, at landsstýrismaður, sum er valdur á ting, ikki kann hava sæti á tingi meðan hann er landsstýrismaður. Kann skapa samgonguni trupulleikar Kristian Magnussen segði fyrr í vikuni við Sosialin, at hann fór at spyrja Luitjen Apol, hvat hann fór at brúka tingsessin til, um hann kom á ting. Kristian Magnussen segði, at hann kundi skapa samgonguni ein trupulleika, um Luitjen Apol kemur á ting at mótarbeiða samgonguni. Lyklastøða Luitjen Apol hoyrir heima á vinstraveinginum, og hann var ein av stigtakarunum til Verkamannafylkingina. Hann hevur fleiri ferðir fyrr roynt at komið og ting - eisini fyri fleiri flokkar, men ongantíð hevur tað eydnast honum at verða valdur. Men kemur Luitjen Apol á ting, so sleppur hann rættuliga til búgvið borð. Hann verður formaður í Landsstýrismálanevndini, hann verður limur í Fíggjarnevndini, og hann verður limur í Uttanlandsnevndini, og kemur hann tí rættuliga í eina lyklastøðu - sum sjálvandi kann verða ógvuliga óheppið fyri samonguna, velur hann at mótarbeiða landsstýrinum. Keldur vilja verða við, at Kristian Magnussen ikki fer at lata honum sessin, um hann ikki lovar at stuðal Óla Jacobsen og Kristiani Magnussen. Ein møguleiki er so, at Óli Jacobsen aftur fer í landsstýrið, at Kristian Magnussen tekur sæti aftur á tingi og at Karl Robert Johansen tekur yvir tingsessin hjá Óla Jacobsen. Føroyingar leiða samráðingarnar Tað verða føroyingar, sum fara at leiða komandi, politiskar undirgrundarsamráðingar við bretar. Men verður brúk fyri donskum stuðli, fara bæði forsætisráðharrin og uttanríkisráðharrin at standa tøkir, um føroyingar ynskja tað, segði Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, á tíðindafundi mikukvøldið Poul Nyrup Rasmussen á tíðindafundi Komandi politisku undirgrundaramráðingarnar við bretar verða undir føroyskari leiðslu, við donskum stuðli. Soleiðis svaraði ein væl upplagdur Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, heilt greitt einum spurningi frá Sosialinum, tá forsætisráðharrin einsamallur hevði tíðindafund á Hotel Hafnia mikukvøldið. Poul Nyrup Rasmussen segði, at eftir hansara metan, eiga danir at bíða eftir einum føroyskum útspæli um, hvussu ein komandi sendinevnd skal mannast. Tað verða føroyingar, sum fara at avgera, hvussu samráðingarnar skulu fara fram. Men eingin ivi skal vera um, at danir fara at stuðla føroyingum. >>Ynskja føroyingar at royna politiskar samráðingar, og ynskja føroyingar, at forsætisráðharrin ella uttanríkisráðharrin skulu luttaka, vil eg fegin verða við,<< segði Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri. Loynilig skjøl Tað vísir seg, at rættiliga nógv skjøl, sum hava við undirgrundarmálið at gera, eru stemplað loynilig, og tí er ikki møguligt at fáa innlit í hesi skjøl. Spurdur, um hetta kanska kundi koma av einihvørjari longu gjørdari avtalu, svaraði forsætisráðharrin, at sær vitandi, er eingin slík avtala gjørd. Poul Nyrup Rasmussen metti, at grundin heldur var, at partarnir ikki vilja leggja síni marknakrøv alment fram fyri mótpartin enn. >>Tað vildi svarað til at lagt kortið á borðið hjá mótpartinum og sagt honum, at hatta skal hann krevja av okkum,<< segði Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri. Tiltøkini Poul Nyrup Rasmussen segði, at tiltøkini, føroyingar settu í verk móti kreppuni, serliga í árunum 1993 og 1994, nú vísa seg ikki at hava verið til fánýtis. Forsætisráðharrin tók fleiri ferðir undir vitjan síni upp í saman, at tað var væl klára av eini tjóð, sum hevur ligið so lágt, at vera komin so væl undan aftur eftir so stuttari tíð. Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, segði, at hann var fegin um ferðina í Føroyum, og tók upp aftur, at hann var serliga fegin um, at hann ikki lurtaði eftir teimum, sum ráddu honum frá at fara. >>Vit hava tosað um føroyska búskapin, sum eg havi góðar vónir til framyvir,<< segði Poul Nyrup Rasmussen. Hann hevur fleiri ferðir á vitjanini nevnt, at Føroya Banki hevur yvirskot, og tað fegnast hann um. Fiskivinnan Eitt annað, sum sjálvsagt hevur verið á lofti, nú ríkisfundur hevur verið, er fiskivinnan. Fleiri ferðir á ferðini hevur Poul Nyrup Rasmussen nevnt, hvussu væl tað gongur hjá føroysku fiskivinnuni í løtuni. Men kortini hevur verið mint á, at ansast má sera væl eftir tilfonginum. Serliga væl varð tað sagt á fyrra tíðindafundinum, sum var týskvøldið, har eisini Edmund Joensen, løgmaður, og Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður, luttóku. Tað var heilt greitt, at teir tríggir vildu mæla til varsemi í fiskiskapinum. Og fiskifrøðingar eiga at takast í álvara, tá soleiðis er. Jonathan Motzfeldt segði tað heilt greitt: >>Ein fiskivinnutjóð, sum ikki lurtar eftir fiskifrøðingunum, spælir "hazard" við síni framtíð.<< Hans Jørgensen formaður í Vága Javnaðarfelag Tað er ein heimur uttanfyri Havnina Er tað støða Javnaðarfloksins, at fólkið í Vágum skal bíða eftir fasta sambandinum um Vestmannasund í eini tíggju ár, so verður neyvan javnaðarlisti í Vágum til komandi løgtingsval Hans Jørgensen formaður í Vága Javnaðarfelag Javnaðarfólk í Vágum eru skelkað av úttalilsum floksformansins í Sosialinum týsdagin 6. januar. Um Jóannes Ejdesgaard ikki púra er misskiltur í samrøðu við Sosialin, so hevur hann als ikki sett seg inn í málið um fasta sambandið um Vestmannasund. Løgið skuldi tað verið, um hann ikki visti betur, tí higartil hevur Javnaðarflokkurin verið heitasti talsmaður fyri fasta sambandinum. Javnaðarflokkurin hevur eisini á fleiri fundum viðgjørt spurningin um ta óhepnu støðu, økini uttanfyri mið - Føroyar eru í. Haraftrat hevur flokkurin fingið neyðugar upplýsingar frá Vága Javnaðarfelag, sum sera virkið hevur tikið lut í sakligu viðgerðini í hesum máli. Tað er ein fundamentalur brølari nú at seta útjaðara partarnar upp í móti hvørjum øðrum. Tí skrivaðu vit til flokkin 3. jóladag, har vit undirstrikaðu akutta tørvin á veruliga bøttum sambandi millum oyggjarnar. Vit hava argumenterað fyri fasta sambandinum um Vestmannasund sum part í eini varandi samferðsluloysn fyri oyggjalandið Føroyar. Ferjusamband er og verður næstbesta loysnin bæði búskaparliga og tænastuliga. Vit ivast ikki í, at rætta løtan var júst nú at fara undir boringina, og kundi tí taka undir við Javnaðarflokkinum, at tátan, samgongan gav vágafólki við játtanini í grunn, er undir alt sømiligt mark. Sjálvsagt skuldi neyðug játtan verið sett á fíggjarlógina til undirsjóvartunnilin, so arbeiðið kundi fara í gongd eins og neyðuga útbyggingin av Skopunar havn. Hetta ljóðar kanska sum ørvitistos. Men vit eru sannførd um, at tað er alneyðugt at fara til verka nú, um vit framvegis vilja, at tað skal vera livandi uttanfyri Havnina. Tað er ikki annað enn sjálvsagt, at væl av peningi verður játtaður á løgtingsfíggjarlógini til endurnýggingina av samferðsluni. Undirsjóvartunnilin um Vestmannasund er natúrligur liður í slíkari ætlan. Næsta stigið er fasta sambandið við Norðoyar. Samstundis skal Strandferðslan fáa neyðuga fígging til at røkja sambandið til m.a. Sandoyar og Suðuroyar á ein mannsømiligan hátt. Gongur útbyggingin av samferðluni ikki skjótari og miðvísari enn nú, so fara ætlanirnar hjá >>Færøgruppen<< og ávísum centralistiskum føroyingum at vinna frama. Men tað verður yvir lík Javnaðarfloksins í Vágum, um Føroya Javnaðarflokkur ikki setur full segl fyri at bjarga landi okkara undan slíkari týning. Hetta fær floksleiðslan at vita á fundi í morgin. Leiðsla floksins kemur á fund við okkum her vesturi mánadagin, og tá vóna vit, at tað, sum skrivað varð í Sosialinum týsdagin, als ikki er hugsan floksins, men ein misskiljing, sum kann koma í eina longri samrøðu við blaðmenn. Løgið skuldi tað verið, um Javnaðarflokkurin so grundleggjandi hevur broytt støðu í hesum máli. Vitjanin bøtti helst um spentu støðuna FORSÆTISRÁÐHARRIN er farin av landinum, og nú ber til at gera sær nakrar tankar um vitjan Poul Nyrup Rasmussens, hóast tað enn er nakað tíðliga at gera niðurstøður um vitjanina. Hóvastákið var nógv, og tað er langt síðani, at Føroyar hava verið so nógv umrøddar í donskum og norðurlendskum fjølmiðlum sum hesar seinastu dagarnar. EINKI er at ivast í, at ferðin hjá Poul Nyrup Rasmussen fær ein innanríkispolitiskan týdning, tí nú hevur forsætisráðharrin verið í Føroyum aftur. Tað hevur jú verið nógv funnist at honum fyri ikki at hava verið í Føroyum í ringastu kreppuárunum. STØÐAN millum føroyska heimastýrið og Danmark hevur verið spent seinastu árini, og helst fer vitjanin hjá forsætisráðharranum at loysa nakað upp fyri hesum óhepnu viðurskiftunum. HARAFTURAT kann ferðin hjá Poul Nyrup Rasmussen bøta um samvinnuna millum danska og føroyska javnaðarflokkin. Tað er at vóna, at hesir bróðurflokkarnir aftur koma á áralagið, tí úr hesi góðu og konstruktivu samvinnu er nógvur framburður í Føroyum sprottin. SÍGGJA vit burtur frá hesum, so var vitjanin lítið annað enn ein >>sjarmu-offensivur<<, fyri at bøta umdømi forsætisráðharrans í Danmark og í Føroyum, hóast hann bedýraði, at hetta ikki var endamálið. POUL Nyrup Rasmusen legði herðslu á, at ferðin hevði til endamáls at ýta av av nýggjum og vísa hvørjum øðrum sínámillum ábyrgd. RÍKISFUNDURIN var høvuðsevni á skránni, men størsta týdningin fekk óivað fundurin við Javnaðarflokkin og fundurin við tinglimirnar. Um ríkisfundur er besti pallurin fyri at samvinna, seta vit spurnartekin við. TAÐ er í lagi við einum sonevndum >>toppfundi<<, men skulu vit hava eina neyvari politiska samvinnu, so eigur eisini at verða forum við tinglimum, sum kundu hitst eina ferð ella tvær ferðir um árið. Tíðin við fólkatingslimunum er farin. Men síðsta orðið er ikki sagt. Næsti leikur er um eina viku, tá bankakanningin verður almannakunngjørd. Tiltøk KFUK og KFUM, Tórshavn Opið hús hvørt fríggjakvøld í KFUM frá kl. 21-1. Samkoman Immanuel Í kvøld kl. 20: Kongsins Herlið. 8 ár og eldri eru vælkomin. Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 19: Møti. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Biðið verður fyri sjúkum. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin, Tórshavn Í kvøld kl. 19: Nýggjársveitsla fyri soldatum og vinum. Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti v/ Palle Petersen. Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bøn. Sunnukvøldið kl. 18: Møti v/ Ben Eli Dam og Hans Hansen. Mánadagin kl. 17: Smáskótar. Mánakvøldið kl. 19: Skótar. Týsdagin kl. 17: Club 7 up. Kvívík Missiónsvikan heldur fram. Í kvøld kl. 20 tala og syngja Niels Juul Olsen og Birgit Hansen. Leygarkvøldið kl. 20 talar Reimund Langgard og kórið Trinitas syngur. Sunnudagin kl. 12 er gudstænasta við altargongd, Marjun Bæk, prestur, prædikar. Sunnudagin kl. 14.30 er sunnudagsskúli og sunnukvøldið kl. 19 er møti, Regin Høgnesen talar og Magni Christiansen syngur. Annelis Danielsen endar Skálafjørður Missiónsvikan heldur fram. Í kvøld kl. 20 talar Petur Magnusson, Hans Pauli og Atli syngja og spæla. Leygarkvøldið kl. 20 talar Knút Larsen, Manskórið av Strondum syngur. Sunnudagin kl. 11 verður gudstænasta. Sunnudagin kl. 15 barnamøti. Sunnukvøldið kl. 18 verður møti við Niels Jacob Nielsen, Hallgerð, Marita og Johanna syngja. Innsavnan verður til Heimamissiónina. Sands Missiónshús Sunnudagsskúli sunnudagin kl. 14.30. Møti sunnukvøldið kl. 18. Jákup R. Hansen, prestur, talar. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 verður sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18 verður møti við Elidu og Karl Kenning. Innsavnan til húsið. Missiónshúsið í Sumba Møti verður sunnukvøldið kl. 18 v/ Árna Kjærbæk. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Losjan í havn Í dag kl. 15 hittast tilkomin og eldri til hugna. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir verða í kvøld kl. 20 og kl. 22.30, leygarkvøldið kl. 20 og kl. 22.30, sunnudagin kl. 11 og kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir byrja aftur týsdagin 13. jan. kl. 17.30 og eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjar skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjar aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld. Fríggjadagin 9. januar: Ballerupfelagið hevur trettandahald kl. 19.30. Sunnudagin 11. januar: Fernisering kl. 15-17: Tummas Thomsen, 36 ár, úr Norðragøtu hevur framsýning. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29 DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Strúkur í vindi til hvassan vind av landsynningi, 10-15 m/s. Fyrrapartin støkkur hann vestur um til strúk í vindi og hvassan vind av útsynningi, 10-15 m/s, seinni minni vindur. Tað klárar eitt sindur í, men kortini ælaveður. Um kvøldið strúkur í vindi av útsynningi, minkandi og sum frá líður bara okkurt ælið. Samdrigið og regn, og hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið í morgin: Gul til andøvsgul av suðri, seinni landsynningi, 3-8 m/s. Ádrigið og kanska okkurt ælið, og hitin umleið 5 stig. Um náttina strúkur í vindi upp í hvassan vind av suðri, 10-15 m/s, regn og hitin upp til 8 stig. Veðrið sunnudagin, mánadagin og týsdagin: Strúkur í vindi til hvassan vind av suðri, 10-15 m/s, regn, seinni útsynningur og vestan, og vindurin vekur upp í skrið. Tað klárar í, men kortini ælaveður. Seinni útnyrðingur og minni vindur, og longri verður millum ælini. Hitin fellur niður í umleið 4 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland stendur næstan í stað, og eitt nýtt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi gongur í ein landnyring og dýpist. Í dag: Lágtrýstið fer í ein norðan, og tað slítur í. Týsdagur 13. januar 1998 Kunna næmingar um oljuvinnu Í døgunum 12.-16. jan. 98 eru Jógvan Hugo Hansen og Unn á Lað í Føroyum fyri at kunna um arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikar í Noregi í sambandi við oljuvinnu. Tey fara at kunna næmingar í miðnámsútbúgvingunum og í framhaldsútbúgvingum um møguleikarnar, eins og stílað verður fyri almennum fundum. Jógvan Hugo Hansen er útbúgvin sivilverkfrøðingur. Á heysti 1996 fór hann á Høgskolen i Stavanger at taka eina eftirútbúgving innan petroleumsteknologi, og síðani á sumri 1997 hevur hann arbeitt hjá Statoil í Stavanger. Í løtuni arbeiðir hann serliga við viðlíkahaldi av brunnum, sum skulu keypast frá ymsum tænastu- og veitingarfyritøkum. Unn á Lað byrjaði í heyst at lesa petroleumsverkfrøði á Høgskolen i Stavanger. Hetta er ein 3 ára útbúgving, ið gevur møguleika fyri framhald 2 ár til sivilverk-frøðing. Jógvan Hugo Hansen fer í sínari framløgu serliga at vísa á, hvørjir arbeiðsmøguleikarnir eru innan oljuvinnuna, og hvørjar fakligar fortreytir feløgini seta til arbeiðsmegina innan ymisk fak. Harumframt fer Jógvan Hugo Hansen ítøkiliga at vísa á fyritøkur, ið hava áhuga fyri at taka fólk í arbeiði. Unn á Lað fer at greiða frá teimum ymsu lestrar-møguleikunum í Stavanger, eins og hon fer at umrøða allar spurningar í sambandi við lestur í Stavanger. T.d. lestrarstudning, íbúðarviðurskifti, undirvísing og sosiala samveru hjá teimum lesandi. Vit vita, at oljuvinnan nærkast Føroyum, og tí er tað av sera stórum týdningi, at vit hava bæði fólk við útbúgving og royndum innan oljuvinnuna, í tí løtu eitt oljuvirksemi verður í føroyskum øki. Kunningarferðin hjá Jógvani Hugo Hansen og Unn á Lað er eitt ynski um at lýsa bæði arbeiðs- og lestrarmøguleikar í Noregi við eygunum hjá 2 føroyingum, sum frá egnum royndum kenna til viðurskiftini í Noregi. Fyri at føroyingar í so stóran mun sum gjørligt kunnu fáa arbeiði í hesi kmandi vinnu, er tað neyðugt at fyrireika seg, og tann besti hátturin at fyrireika seg uppá er at útbúgva seg og fáa arbeiðsroyndir. Kunningarferðin er ein ítøkiligur máti at vísa á hesar møguleikar við atliti til oljuvinnuna. Kunningarferðin er løgd til rættis í samstarvi við Statoil vegna AMG (Atlantic Margin Group). Skrá fyri kunningarfundir í Føroyum um oljuútbúgvingar í døgunum 12.-16. januar 1998 Mánadagin 12. januar kl. 10.15 Studentaskúlin og HF-skeiðið á Kambsdali og Føroya Handilsskúli á Kambsdali Kl. 13.40 Til Klaksvíkar við báti Kl. 14.30 Tekniski Skúlin í Klaksvík og Klaksvíkar HF-skeið Týsdagin 13. januar kl. 9.00 Føroya Handilsskúli í Tórshavn Kl. 11.00 Tíðindafundur á Føroya Handilsskúla í Tórshavn Kl. 14.30 Føroya Studentaskúli og HF-skeið, Tórshavn Kl. 17.30 Til Suðuroyar við Smyrli Kl. 20.00 Almennur fundur á Tvøroyri Mikudagin 14. januar kl. 9.00 Tvøroyrar Skúli, framhaldsdeildin kl. 13.00 Studentadeildin í Vági og Vágs Skúli, framhaldsdeildin kl. 15.30 Til Havnar við Smyrli kl. 19.30 Fundur við Føroya Verkfrøðingafelag í hølum felagsins Hósdagin 15. januar kl. 9.00 Maskinmeistaraskúlin, Tórshavn kl. 15.00 Tekniski Skúlin í Tórshavn kl. 19.30 Almennur fundur á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði um útbúgvingar við atliti at arbeiði í oljuídnaðinum Fríggjadagin 16. januar kl. 9.00 Eysturskúlin, framhaldsdeildin kl. 11.00 Føroya Sjómansskúli, Tórshavn kl. 13.30 Fróðskaparsetur Føroya, Náttúruvísindadeildin Meinhard Jacobsen nýggjur stjóri í Føroya Fiskavirking Nýggi stjórin á Fiskvirking er ein pressari, men hann er eisini sera dugnaligur, siga tey, sum kenna hann Síðani Jákup Mørkøre fór ur starvinum sum stjóri á Føroya Fiskavirking, hevur dúgliga hevur verið gitt, hvør mundi fáa heiðurin at verða settur í Føroya heitasta sess eftir hann. Men eru allar gitinginar eru til fánýtis. Tí nú er avloysarin hjá Jákup Mørkøre er funnin. Ella í hvussu so er tað heilt tætt við. Tað er í hvussu so er greitt, at nevndin í Fiskavirking hevur sett gørnini eftir Meinhard Jacobsen á Toftum. Og seiglívað leysatíðindi vilja vera við, at nettupp hann verður næsti stjóri á Føroya Fiskavirking. Hann, og nevndin í Fiskavirking, er komin ásamt um ein sáttmála og hann er nú sinnaður at átaka sær stjórastarvið í Fiskavirking. Meinhard Jacobsen er 33 ára gamalur. Hann er útbúgvin sivilverkfrøðingur í Framleiðslu í Danmark. Og hann er ikki heilt ókendur í Fiskavirking. Tí í eini tvey ár var hann rakstrarleiðari hjá Fiskavirking. Men nú hevur hann í umleið hálvtannað ár verið stjóri á trimum, stórum Fiskavirkjum í Norðurnoregi. Men nú kemur hann sostatt aftur á klettarnar, á gamla virkið sítt. Hann er ein av teimum stjórunum, sum eisini hevur havt skitnar fingrar. Tí hann hevur eisini arbeitt í fiski. Tey, sum kenna hann, sigur, at tey virkið, hann er stjóri á, eru í góðum hondum. Tí hann ber orð fyri at verða ein pressari, og hartil sera dugnaligur. Tað sigst, at hann fekk tað at bera til at arbeiða fisk við ongum studningi. Meinhard Jacobsen hevur verið heima í jólafrí, men hann er nú farin aftur til Noregs at pakka. Sverri Hansen nevndarformaður í Fiskavirking, sigur, at Meinhard Jacobsen kemur aftur til Føroya um 14 dagar at taka við stjórastarvinum á Fiskavirking. Eftir, hvat skilst, skuldi eitt sindur til at yvirtala hann at taka við stjórastarvinum. Tí, sum Sverri Hansen sigur: Hann hevur eitt gott starv í Noregi. Men samstundis sær Sverri Hansen tað sum ein stóran fyrimun, at nýggi stjórin er ein, sum kennir fyritøkuna innanífrá. Hann leggur afturat, at Meinhard Jacobsen er ein teirra sum nevndin í Fiskavirking hevur havt í kikaranum til stjóra alla tíðina. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Yrkisfelagið rekur terrorvirksemi Tað stendur púra fast, at lærararnir vistu av samanleggingini, áðrenn skúlaárið byrjaði, og tí nú fara fram móti betri vitandi, sigur Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum. Tað er púra greitt, at landsstýrið fer ikki at boyggja seg fyri trerrorvirksemi, sum eitt fakfelag rekur, segði Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum á tíðindafundi í Tinganesi fyrrapartin mánadagin. Tað er eingin ivi um, at tað stendur í botni í trætuni millum Yrkisfelagið hjá studentaskúla- og HF lærarunum og Landsstýrið. Um vikuskiftið varð fundur hildin, men einki spurdist burturúr. Eilif Samuelsen sigur, at Landsstýrið vildi hava málið lagt fyri ein gerðarrætt, soleiðis, at ein skjót avgerð kundi fáast. Men tað vildi Yrkisfelagið hjá studentaskúla- og HF lærarunum ikki. Heldur ikki vildi felagið ganga við til at seta ein semingsmann, sum kann avgera trætuna. >>Og so er ikki meira at tosa um,<< sigur Eilif Samuelsen, landsstýrismaður. >>Nú er tað upp til Yrkisfelagið at koma við einum útspæli.<< Eitt mál um pengar Eilif Samuelsen sigur, at tað tykist, sum málið fyri lærararnar ikki snýr seg um næmingarnar, men um pengar til lærararnar. >>Og teir vita, at næmingarnir hava bæði foreldur, ommur og abbar, sum leggja trýst á Landsstýrið.<< Men hvørgin vil for øðrum lúta, og eingin nýggjur samráðingarfundur er avtalaður í løtuni. Einvegis lýsing Á tíðindafundinum mánadagin legði Eilif Samuelsen, landsstýrismaður, fyri við at siga, at eftir hansara tykki hevði málið mest verið lýst frá aðrari síðuni. Teirri hjá lærarunum. Tí hevði hann kallað til hendan fundin til tess at kunna um støðu landsstýrisins. Nú vildi hann hava javnvág í tíðindaflutningin, sum hann tók til. Eilif Samuelsen segði, at hóast tað fyri onkrum kann tykjast, sum at Landsstýrið ætlar, at allir flokkar skulu hava 28 næmingar, so er hetta als ikki so. Talan er um ein einstakan flokk av 49. Og Eilif Samuelsen legði dent á, at hetta verður ikki gjørt aftur. Eilif Samuelssen, landsstýrismaður, segði, at hendan samanleggingin er gjørd av fíggjarligum orsøkum. Landsstýrismaðurin roknar við at spara eina hálva millión krónur árliga, nú hesir báðir flokkarnir eru lagdir saman til ein. Men tað verður eingin lærari uppsagdur kortini, leggur Eilif Samuelsen, landsstýrismaður dent á. Eitt av trætumálunum partanna millum er, nær Yrkisfelagið fekk at vita av samanleggingini. Til tað sigur Eilif Samuelsen, at tað liggur heilt greitt, at Yrkisfelagið fekk at vita um samanleggingina longu við skúlaársbyrjan. Eilif Samuelsen vísti á, at tá skúlaárið byrjaði, vóru bara 31 næmingar til tveir flokkar á Kambsdali. Og hagtølini siga, at tað altíð fer onkur burturav. Tí varð avgjørt longu tá, at undirvísingin skuldi verða tann sama hjá báðum flokkum, tí roknað varð við, at so mikið fór burtur av til jóla, at tað bert varð fólk eftir til ein flokk. Og á fíggjarlógini eru pengar bert settir av til ein flokk, sigur Eilif Samuelsen. Tí heldur Eilif Samuelsen tað vera eitt sindur løgið av Yrkisfelagnum at møta á fundi og siga, at teir einki kenna til hesa samanleggingina. Eru Atlantsflog takksamir - Vit eru Atlantsflog sera takksamir fyri, at teir vildu bíða eftir okkum í Keypmannahavn í heilar tveir tímar Hetta sigur Osvald Jacobsen, sum er kokkur umborð á hálenska Stand By skipinum, Telco Rider. Hann er ein av teimum 70 føroyingunum, sum sigla við hálensku skipunum. Hósdagin komu 12 teirra heim, men tað var um reppið, at teir sluppu til Føroya - Tá vit skuldu fara úr Amsterdam var okkurt galið við flúgvaranum hjá SAS. Síðan fóru vit í annan flúgvara hjá KLM, men tá farast skuldi, vantaði eitt av ferðafólkunum, og tí máttu øll út at vísa á viðførið, sum trygdarreglarnar fyriskipað, greiðir Osvald Jacobsen frá. - Men í hesum hurlivasanum rendi ein trukkur gaflarnar í flúgvaran, so hol kom á, og so máttu vit aftur skifta flúgvara. Alt hetta hevði við sær, at teir 12 føroyingarnar vórðu ov seinir til flúgvaran hjá Atlantsflog, sum skuldi fara úr Keypmannahavn klokkan 15:15 - um somu tíð, sum føroyingarnar sluppur úr Amsterdam. Men teir á Atlantsflog vóru so beinasamir, at teir bíðaðu í heilar tveir tímar í Kastrup eftir seinkaðu føroyingunum. - Vit greiddu fólki í KLM-flogfarinum, at Atlantsflog hevði lovað at bíða eftir okkum, men tað hildu tey ikki kundi passa - men so var. Teir tólv føroyingarnar halda, at hetta man vera eindømi í heimssøguni, at at flogfelag er so beinasamt, sum Atlantsflog var hendan dagin. - Tá vit komu umborð væntaðu vit, at fólk fóru at vera ørg inn á okkum, men so var als ikki, greiðir Osvald Jacobsen frá. Hann sigur víðari, at allir hesir 70 føroyingar nú eru búnir út at taka ímóti oljuvinnuni í Føroyum, og at teir nú hava pappír upp á at kunna mynstra á øllum oljuboripallum í heiminum. Telco Rider er annars bygdur í Føroyum, og kallaðist hann tá Orioen og seinni Skoraberg. Gamli Froyur er eisini umbygdur til at tæna oljuvinnununi, eins og gamla Margretha, greiðir Osvald Jacobsen frá. Manningarnar á hálensku skipunum eru burtur í fýra vikur og hava síðan frí í fýra vikur. - Hetta eru sera góðar treytir, sigur Osvald Jacobsen. jan muller jan@sosialurin.fo Krisjan Dahl farin Kristjan Dahl, sum hevur verið fyritaksstjóri á Sosialinum seinastu 14 árini, andaðist sunnudagin. Sunnudagin andaðist Krisjan Dahl eftir drúgva sjúkralegu. Hann gjørdist 50 ára gamal.. Krisjan Dahl hevur verið fyritaksstjóri á Tíðindablaðnum Sosialinum síðani 1984, tá hann tók við eftir Tórfinn Smith. Frá byrjan røkti hann eisini starvið sum politiskur blaðstjóri. Men í sambandi við framgongdina á blaðnum gjørdust tær fyrisitingarligu uppgávurnar so stórar og kravmiklar, at tær kravdu sín mann. Hesa uppgávuna átók Krisjan sær. Hann røkti hetta starv til fulnar og átók sær eisini mangar av uppgávunum, sum máttu og skuldu fáast frá hondini. Hann var eisini maðurin, sum stóð fyri samráðingum hjá blaðnum, bæði lønarligar sum aðrar. Í øllum viðurskiftum við nútímansgerð og broytingum í teknikkinum og í blaðhúsinum sum heild var Krisjan mest sum undangongumaður. Í gerandisdegnum fylgdi hann við í øllum, sum fór fram á blaðnum, frá tí stavurin varð settur á blað, til blaðið kom úr prentmaskinuni og víðari til lesararnar. Meðan Krisjan sat sum fyritaksstjóri vaks og mentist blaðið í stødd og upplag. Fyritøkan fekk harvið eisini eitt betri og tryggari grundalag at standa á. Eitt nú var hann við til at leggja lunnar undir 5-vikudaga útgávuna, sum eisini skuldi vísa seg at gerast framtíðar álitið. Krisjan Dahl megnaði ikki bert at menna fyritøkuna Sosialurin til eitt nútímans virki, við øllum teimum hentleikum eitt slíkt skal hava. Hann hevði eisini ein ótrúliga góðan penn og tað sást ma. aftur í fleiri av teimum væl orðaðu og samstundis djúpthugsaðu oddagreinunum tey fyrstu árini, tá hann eisini var politiskur blaðstjóri. Saman við fólkinum á prentsmiðjuni hevur Krisjan við sínum treiskni og sermerkta tolni sett síni spor. Prentsmiðjan er vorðin útbygd fleiri ferðir hesi árini Krisjan var fyritaksstjóri, og við henni hevur Sosialurin verið førur fyri at taka kappingina upp við hinar miðlarnar. Tað er sera stórur saknur í blaðhúsinum á Argjum, nú Krisjan hevur lagt árarnar inn. Hann hevur lagt eitt stórt tómrúm eftir seg. Men høvuðsuppgávan hjá starvfeløgum Krisjans, verður nú at føra verkið, ið Krisjan var við til at leggja lunnar undir, víðari. Spurnarkanning og bankakanning Politikken skrivar um kanning sum Vilstrup stovnurin hevur gjørt í Føroyum um ríkisfelagsskapin, og Børsen skrivar um møguligu politisku avleiðingarnar av bankafrágreiðingini Í døgunum undan vitjanini hjá Poul Nyrup Rasmussen og meðan hann var her, gjørdi Vilstrup stovnurin eina veljarakanning í Føroyum. Ætlanin við kanningini var millum annað at vísa, hvørja støðu føroyingar hava til ríkisfelagsskapin við Danmark. Tað eru Politikken og Vilstrup-stovnurin sum hava gjørt kanningina, og hon er gjørd á tann hátt, at Vilstrup stovnurin hevur ringt til 855 veljarahúsarhald í Føroyum. Av hesum ynsktu 120 ikki at verða við í kanningini, meðan 222 ikki vóru at hitta. Luttøkan er tá 60 prosent ella 513 >>veljarahúsarhald<<. Hetta svarar til tað, sum er vanligt í slíkum kanningum í Danmark. Kanningin varð almannakunngjørd í Politiken fríggjadagin 9. januar og har stendur at lesa, at 65 prosent av føroyingum halda, at ríkisfelagsskapurin skal halda áfram. 12 prosent eru í iva, meðan umleið fjórði hvør heldur, at ríkisfelagsskapurin skal takast av. Ein annar spurningur er, hvørt føroyingar halda, um vit hava gagn av ríkisfelagsskapinum ella ikki. Til henda spurning svara 52 prosent, at føroyingar hava fíggjarligan fyrimun av ríkisfelagsskapinum. Triði hvør føroyingur er í iva um henda spurning, meðan sætti hvør føroyingur heldur, at føroyingar hava fíggjarligan miss av at verða í ríkisfelagsskapi við Danmark. Eisini varð spurt um, hvørt fólk halda, um bankamálið hevur verið til skaða ella til gagns. Her svara heili 72 prosent, at tey halda, at bankamálið hevur verið til skaða, meðan bert 4 prosent halda at tað hevur verið til fyrimuns. Heili 10 prosent av teimum sum hava svarað, hava onga meining um hetta mál. Fjórði spurningur er, hvussu útlitini eru fyri búskaparligari framgongd í føroyska samfelagnum í 1998. Her svarað 41 prosent, at tey roknað við framgongd. 28 prosent rokna við, at búskapurin hevur funnið sína legu, meðan 17 prosent rokna við, at vit fáa eina búskaparliga afturgongd í 1998. Hetta tulkar Politikken soleiðis, at tað eru fleiri optimistar enn pessimistar í Føroyum. Fólk eru eisini spurd um túrin hjá Poul Nyrup Rasmussen. Var løtan røtt, nú hann valdi at koma til Føroya, ella var hon ikki. Her svara 60 prosent, at tað var eitt vánaligt hugskot hjá Nyrupi at koma til Føroya nú, meðan uml. 20 prosent halda, at tað var eitt gott hugskot. Politisku viðmerkingarnar Føroyskir politikarar gera viðmerkingar til kanningina og m. a. sigur Edmund Joensen, løgmaður, at tað er á leið við tað hann hevði roknað við. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað man vera á góðari leið. Vanliga er umleið ein fimtingur av føroyingum fyri loysing, men í løtuni er ein polarisering tann vegin, at fleiri ynskja loysing. Jóannes Eidesgaard leggur afturat, at í hinum endanum er so ein fimtingur sambandsfólk, sum ikki ynskja nakrar broytingar í heimastýrislógini. Ímillum øll hesi liggur ein stórur bólkur, sum heldur fast við ríkisfelagsskapin, men sum vil hava eina revisión av heimastýrislógini. Tað eru sjónarmiðini hjá hesum bólkinum vit royna at gera til vildar við uppskotinum um broytingar í heimastýrislógini, sigur Jóannes Eidesgaard. Finnbogi Ísakson sigur við Politikken, at tølini frá Vilstrup vátta seinastu veljarakanningarnar sum gjørdar eru í Føroyum, nevniliga at ein fjórðingum av føroyingum ynskir eitt sjálvstøðugt ríki. Finnbogi leggur afturat, at tað er stór framgongd frá seinasta vali, tá Tjóðveldisflokkurin bert fekk 13 prosent av atkvøðunum. Helena Dam á Neystabø sigur við blaðið, at úrslitið hongur saman við hvussu spurningarnir eru settir, men at tað undrar hana, at bert 23 prosent eru fyri loysing. Hon hevði roknað við, at tey vóru fleiri. Lagnudagur hjá Nyrup Fríggjadagin í hesi vikuni kemur frágreiðingin frá bankakanningarnevndini. Av somu orsøk verður eisini gjørt nógv burturúr Føroyum í dag. Í Børsen hevur Karsten Madsen eina politiska viðmerking undir heitinum >>Føroya-frágreiðingin kann enda sum lagnan hjá Nyrup<<. Tað eru í hesum døgum liðin fimm ár síðani Tamila-frágreiðingin feldi Poul Schlüter og aðrar danskar politikarar við. Hetta mál endaði sum kunnugt við, at stjórnin hjá Schlüter fór frá og at Poul Nyrup Rasmussen tók við sum forsætisráðharri í Danmark. Nú skal Nyrup halda fimm ára føðingardag fyri stjórnini við hóttandi Føroya-skýggjum yvir sær. Tað er eisini valár í Danmark í ár, og Karsten Madsen staðfestir, at frágreiðingin hjá bankakanningarnevndini ikki er besta útgangsstøði hjá socialdemokratunum til valstríði. Hava Nyrup og hansara embætismenn lumpað føroyingar ella hava teir ikki? Ella hvussu nógv visti Poul Nyrup Rasmussen um málið? Kanningarleiðarin Jørgen Grønborg advokatur hevur avhoyrt 72 føroyskar og danskar politikarar, embætismenn og bankafólk, og er niðurstøða hansara, at Nyrup hevur borið seg skeivt at, so er her talan um lagnunnar speisemi. Tí fyri fimm árum síðani segði Poul Nyrup Rasmussen, at stjórn hansara skuldi verða borgan fyri góðum morali. Tríggir møguleikar Fleiri flokkar hava boðað frá fyrispurningum á fólkatingi í sambandi við bankafrágreiðingina. Hvørjum hesir fyrispurningar enda við er sjálvandi ikki til at spáa um, men Karsten Madsen ger tað allíkavæl. Hann heldur, at møguleiki er fyri einari av niðanfyristandandi fylgjum. Tann fyrsta er, at ein meiriluti í Fólkatinginum, uttanum socialdemokratarnar og teir radikalu viðtekur ein dagsordan, sum Nyrup ikki kann góðtaka. Nyrup verður tí noyddur at útskriva val, og tað er í tráð við ynskini hjá nógvum socialdemokratiskum veljarum. Sambært veljarakanningum í Danmark eru socialdemokratarnir betri fyri nú, enn teir hava verið leingi. Stjórnin kann tá fara til val upp á umhvørvisspurningin, sum danir eru nógv upptiknir av í løtuni. Nógv meir enn av Føroyum. Ein annar møguleikin er, at ein stórur meiriluti í fólkatinginum tekur frágreiðingina til eftirtektar. Ein orsøk er, at nógvir ráðharrar eru innblandaðir, m. a. eisini konservativir ráð -harrar. Hesin møguleikin útsetur fólkatingsvalið til september mánað, og tað passar Vinstra og SF væl. Veljarakanningarnar eru ikki so góðar við teir í løtuni. Samstundis kunnu danskir politikarar konsentrera seg um fólkaatkvøðuna um Amsterdam-sáttmálan, sum skal verða í mei. Triði møguleikin er, at Nyrup >>yvirlivir<< bankafrágreiðingina tá hon kemur fyri í fólkatinginum. Nyrup vísir tá, at hann hevur meiriluta aftan fyri seg í fólkatinginum. Tó roknar Karsten Madsen við, at í einum valári verður hetta tann ringasta loysnin. Orsøkin til hetta er, at tað hann kallar >>Føroya-spøkilsi<< verður ein partur av politiska kjakinum uppundir fólkatingsvalið. Alt avgjørt fríggjadagin Fyrrapartin fríggjadagin kemur bankafrágreiðingin, og tá verður bólturin givin upp í einum stórpolitiskum spæli, sum kann enda Nyrup-tíðina í donskum politikki. Tað kann eisini enda við, at Uffe Ellemann-Jensen verður forsætisráðharri, og so skulu socialdemokratarnir óivað hava nýggjan formann. Opið stríð hevur verið í Konservativa flokkinum og tað kann byrja aftur. Karsten Madsen roknar heldur ikki við, at formaðurin í Vinstra, Uffe Ellemann-Jensen kann halda fram, um hann tapir enn eitt val. Tí kann hugsast, at fríggjadagur 16. januar 1998 framyvir skal minnast sum dagurin, tá Føroya-frágreiðingin feldi stjórnina. Onki er at ivast í, at danir bíða í spenningi. Eins nógv og vit gera tað her heima, men inntil fríggjadagin er alt gitingar. Vinnuvitjan liður í oljufyrireiking hjá føroyskum virkjum Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar í februar fyri einari forvitnisligari vinnuvitjan í norska oljuhøvuðsstaðnum Stavanger. Her fáa føroysk virkir høvi til at møta norskum virkjum, sum arbeiða á sama øki, og sum dag eru veitarar hjá oljuvinnuni. Endamálið er bæði at skapa kontakt og møguligt samstarv millum virkir við sama arbeiðsøki, og at tey føroysku virkini kunnu læra av royndunum hjá teimum, sum hava verið veitarar innan oljuvinnuna í rúma tíð. Samstarv millum føroysk og norsk vinnufeløg Í august var Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, á vitjan í Stavanger og kunnaði seg um norsku oljuvinnuna. Samband var eisini fingið í lag við norska arbeiðsgevarafelagið, branchufelagið hjá oljuvinnuni og vinnulívsráðið í býnum. Roynt var m.a. at fáa í lag eitt samstarv við norska vinnulívið, ið kann menna føroyska vinnu í oljuhøpi, og har kom henda vitjan upp á tal. Í desember vitjaði vinnulívsráðið í Stavanger higar, og endalig avtala varð gjørd um eina vinnuvitjan, har tað einstaka føroyska virkið kemur út til eitt norskt virki, ið arbeiðir innan sama øki, og hevur møguleika fyri at brúka ein dag saman við teimum. Í lýsing í blaðnum í dag bjóðar Føroya Arbeiðsgevarafelag virkjum við á hesa forvitnisligu ferð. Um áhugin er nóg stórur verður flogið beinleiðis til og frá Stavanger. Nærri veruleikanum Fleiri tiltøk hava verið seinasta árið, har vinnan hevur havt høvi til at fáa vitan um oljuvinnuna. Tvær væleydnaðar ráðstevnur vóru hildnar í Norðurlandahúsinum og fleiri føroysk virki luttóku á oljumessuni í Aberdeen. Hesi tiltøk hava givið vitan og gjørt oljuvinnuna meira ítøkiliga fyri okkum. Samskifti okkara við vinnuna vísir tó, at nógv virkir standa eftir við nógvum ósvaraðum spurningum: Hvussu koma vit í gongd? Hvat skal til viðv. góðskustýring? Lættasti máti at svara hesum og mongum øðrum spurningum er at síggja hvat onnur virkir hava gjørt, ið eru innan somu vinnugrein sum einsjálvur. Og júst hetta er endamálið við vitjanini í Stavanger. Nyrup og kaos Fyri 4 árum síðan skrivaði eg í 14. September, at ein ráðagerð um at fyrireika neyðtøkuna av Atla Dam og Jógvan Sundstein var farin fram í forsætismálaráðnum Skrivað varð, at henda ráðagerð fór fram í góðar fýra vikur fyri 6. oktober 1992, og SvF hevur um dagarnar á fyrimyndaliga objektivan hátt kunnað okkum um hesa og aðrar loypandi níðingsgerðir móti okkum føroyingum seinastu árini. Undirgravingina av føroyska samfelagnum fór forsætis- og Føroyamálaráðharrin Poul Schluter undir og Hin Føroyski Fólkaflokkurin reypar sær framvegis av, at við at leggja seg út í danskan politikk var tað hann, ið helt hesum illgerðarmanni til róðurs í samfull 10 ár. Sambandsmaðurin, sum er formaður í tingbólki fólkafloksins, segði um dagarnar í fimmaranum, at Poul Scluter var rætti maðurin, tí hann hevði givið føroyingum teirra egnu undirgrund. So avlagaður kann ein fyrrverandi sjálvstýrismaður gerast, at hann ikki ansar, at hann tyggir sítt egna, og tað stolið. Tá ið føroyingar - tað eru heimastýrisflokkarnir saman við fólkaflokkinum - leggja seg út í danskan politikk, er tað ein sjálvfylgja, at danir gera tað sama mótvegis Føroyum og føroyingum. Sjónleikurin hjá fólkaflokkinum um at krógva seg fyri Nyrup er tí ikki annar enn tann sami sum hjá Pilatusi á sinni. Hann vaskar hendur. Nyrup og javnaðarmenn hava sjálvandi traðkað sum fyri var slóðað av Schluter og fólkafloksmonnunum. Nyrup kom til landið við tí greiða lyfti, at hann ikki fór at tosa um bankamálið, sum hann í fýra ár hevur dult sum mansmorð fyri føroyingum. Og hann fór avstaðaftur við líka so greiðum lyfti frá løgmanni um, at hesin heldur ikki fór at tosa um bankamálið - fyrr enn hann hevði tosað við Nyrup fyrst. Trúgvari húskall hava danir ongantíð fyrr átt í Føroyum. Hesin sterkasti løgmaður nakrantíð hevur magadrigið sjálvsstýrisviljan úr fólkaflokkinum. Hann hevur noktað teimum so mikið sum at taka orðið sjálvstýri upp á tungu. Og teir akta. Alt hitt flákrið í føroyskum politikki, td. KrF, sum eisini krógvaði seg, virkar bæði sum belti og seðli hjá løgmanni afturfyri onkran hissini nevndarsess. Teir eru livandi prógv um, at føroyskur politikkur í alt ov stóran mun saknar fundamentalar fortreytir fyri at verða tikin í álvar. Skeivt er, bara at geva dønum skyldina fyri kreppuna - minst líka so skeivt, sum bara at geva føroyingum hana. Skyldina hevur hetta fløkta heimastýristjóðrið, sum - nú tað sansar at - vísir sína veruligu styrki. Sjálvandi verja danskir politikkarar donsk áhugamál framum føroysk, annars verða teir jú ikki valdir aftur. Sjálvandi kunnu teir, so sum Vagn Wåhlin, docentur, vísir á, avtaka heimastýrislógina, leggja teir í tað. Hon er ikki annað enn ein fólkatingslóg og ein stór fløkja, sum als ikki er lýst í Føroyum. Eisini hava teir yvirvaldsrættin yvir undirgrundini. Hann er tryggjaður teimum í grundlógini, og eingin heimild er sambært henni, hvørki hjá stjórn ella fólkatingi, at avhenda danskan yvirvaldsrætt til partar av ríkinum ella til onnur lond. Hetta kann einans gerast við einari grundlógarbroyting. Nyrup og kaos valdar í ríki og landi, og Føroyar vár móður er um at gleppa okkum av hondum. Tað er tí pískandi neyðugt hjá føroyingum beinanvegin at taka avgerð um at verða politiskt frælsir, og síðani skipa seg í eitt frælst búskaparligt lýðveldi eftir millumtjóða avtalum. Nyrup segði, at um ein breiður meiriluti í Føroyum var fyri frælsi, so vildu danir ikki leggja føroyingum forðingar í vegin fyri. Hvat rakar tað teir, hvussu breiður ella smalur ein føroyskur meiriluti er? Skulu vit hava 1946 umaftur, tá demokratiið varð tveitt afturum hurðabak av dønum og heimastýrisflokkunum? Altjóða rættur sigur púra greitt, at danir hava bundið seg til at hjálpa ófrælsum londum at vinna frælsi. Eftirlitið við, at ST sátmálin verður hildin, hevur ST, og danir bíða í veruleikanum eftir okkum føroyingum. Tað gerst tí neyðugt - eisini hjá javnaðarflokkinum - at statsleysi floksformaðurin sleppur sær av við statsmanslótirnar. Vit koma ikki víðari við at møsna um eina sjálvstýrislóg, sum er sum ein piða kráka. Hon er nú við regluligum millumbili í átta tíggju ár sett á borðið, men tann skrokkurin fer ikki at geva okkum føroyingum mettuna, hvørki so ella so. Heimastýrislógin var eitt serføroyskt/danskt fyribrigdi og hon kollsigldi. Einki er, sum týður uppá, at tað loysir seg at fara undir enn eitt serføroyskt/danskt fyribrigdi, kallað sjálvstýrislóg. Hergeir Nielsen Annalea Waag Minningarorð Eftir erfiða sjúkdómslegu hefur Annalea Waag fengið hvíldina. Fráfall hennar kemur í raun engum á óvart en það er alltaf sárt að horfa á efter ásvinum sínum. Upp í hugann koma myndir sem Annalea skilur eftir hjá okkur. Skýrasta myndin av þessari góðu konu felur í sér rólegheit. Engu máli skipti hvað fram fór í kringum Önnuleu þá hélt hún alltaf ró sinni. Hún fylgdist með og kunni þá miklu list að skilja aðaltriði frá aukaatriðum. Ein setning frá Önnuleu gat gert flókna umræðu mjög einfalda. Hún fann alltaf kjarnann í hverju máli. Annalea náði því merilega stigi að þegar hún talaði þá var hlustað. þeirri list ná bara þeir sem eru orðnir mjög þroskaðir. Halldór Laxnes, Nóbelsskáld Íslendinga, hefur búið til nokkrar slíkar persónur í sögum sínum. Í mínum huga gæti Annalea hafa verið í einhverri af bókum Halldórs Laxnes. Konan með vitið, konan sem allir elskuðu, konan sem var hlustað á. Ung flutti Annalea úr Vágum til Klakksvíkur þar sem hún giftist manni sínum Einari Waag, frænda okkar. Segja má að hún hafi lítið farið úr Klakksvík eftir það. Samt var heimur hennar svo stór. Hún las og fylgdist með og vissi allt. Annalea var lítil kona í vexti. Einar var stór maður í vexti. Hún var róleg en han fljótur í snúningum. Úr þeirra blöndu varð til umhverfi sem öllum varð ógleymanlegt. Einar var mikill athafnamaður og byggði upp eitt traustasta fyritæki í Færeyjum. Mikið reyndi á hann og gestagangur var alltað mikill á heimili þeirra. Á bak við þann góða mann stóð alltaf eins og traust stoð, Annalea með sína stóisku ró. Þannig sköpuðu þau heim sem ennþá stendur traustum fótum. Sem ungur maður var ég svo lánsamur að fá að fara í sumarfríi til Önnuleu og Einars. Það urðu sex sumur. Á þeim tíma lærði ungur maður á heiminn. Við segjum að lengi býr að fyrstu gerð. Í starfi mínu síðan hefur alltaf verið gott að nota lærdóminn frá Önnuleu og Einari. Þess vegna hugsum við öll til þeirra með hlýju, þakklæti og söknuði. Við sendum Heina og Mariu, Einari og Lísu og børnum þeirra okkar dýpstu samúðarkvejur frá Waag-leggnum á Íslandi. Hjálmar Waag Árnason Hanus við Høgadalsá Týsdagin 6. januar andaðist Hanus við Høgadalsá í heimi sínum við Sundsvegin í Havn. Hanus var føddur 8. mars 1913 í Kaldbak. Foreldur hansara vóru Maria, sum var bóndadóttur av Sundi og Jacob Andreas Wang, kongsbóndi Frammi í Stovu við Á í Kaldbak. Av teimum 5 systkjunum hjá Hanusi er bert Turid eftir á lívi, hon býr í Keypmannahavn. Hanus er 5 ár, tá mamman doyr og veksur hann upp hjá mammufólkunum á Sundi. Útbúgving fær Hanus innan postverkið í Danmark. Tá heimsbardagin er av, kemur Hanus heim, tað var við >>Aarhuus<< 4. august 1945, fyrstu tíðina er hann á posthúsinum í Havn sum postkontrollørur. Men tað var annað enn frímerkini, sum hevði áhuga, áhugin og virkisøki hjá Hanusi fevndi so víða. Hann var politiskt virkin, og til løgtingsvalið 1950 var Hanus valdur sum annar av fyrstu løgtingsumboðunum hjá Tjóðveldisflokkinum saman við D. P. Danielsen, sála. Hanus var løgtingsmaður óslitið í samfull 24 ár, til hann í 1984 ikki læt seg stilla uppaftur. Hann var býráðslimur í Havn, fyrstu ferð valdur í 1949-1960, síð-ani frá 1969-1972. Býráðsformaður var hann í 1970, næstformaður í 1960 og 1972. Í minningarrøðu síni í útvarpinum mikukvøldið nevndi Finnbogi Ísakson m.a., at Hanus ikki var maðurin, sum leyp upp á røðarapallin aðruhvørja løtu, men tá hann talaði á tingi, varð lurtað eftir, tí hann hevði altíð nakað, sum vert var at lurta eftir, tók hann orðið. Tað er røtt lýsing av manninum, hjá honum var eitt orð eitt orð og ein maður ein maður. Bæriligur var hann í víðari merking, fevnandi rættuliga víða, sum politikari, vinnulívsmaður, sum íbirtari og arbeiðsmaður í mentum og so var hansara áhugi fyri jarðarbrúki. Óivað er mangt annað at nevna. Nevndarlimur var hann í Føroya Banka í seksti og sjeyti árunum. Útgerðarmaður í árunum 1963 til hann gavst á hesum øki fyrst í 1980unum. Hann var útgerðarmaður fyri >>Boðanesi<<, >>Ólavi Hvíta<< og >>Tungufossi<<. Tá Húsalánsgrunnurin var stovnaður í 1964, varð hann settur sum dagligur leiðari, og stjórnaði stovninum til hann gav starvið frá sær í 1979, men var á stovninum fram til 1982. Hanus var í Grønlandi í síni tíð við >>Karin K<< at vitja útróðrarplássini hjá føroyingum, hann var uppi í Føroya Útflutningssamtøku og Samvinnufelag Fiskimanna. Bókin >>Barabass<<, sum hann umsetti meistarliga til føroyskt, varð upplisin í Útvarpinum í 1960. Í 1940 gav hann út bóklingin Føroysk Postorð. M.a. rættlas hann verkið >>Alisfrøði<< hjá Hanusi D. Joensen, sála. Tiltakið at fáa listasavn er ikki at gloyma, man vera tað, vit serliga minnast aftur á, tá Hanus við Høgadalsá verður nevndur. Hann var listini í Føroyum ein tann besti hjálpari. Hanus keypti í síni tíð traðarstykki við Sundsvegin frá Edv. Mitens. Hesum bletti gjørdi hann nógv burturúr, hann hevði kúgv, seyð og hønur. Hann sýndi við hesum áhuga sínum, at til bar at grønka og væla um náttúruna, so hon kanska gjørdist eitt sindur mildari og yndisligari, hesin vakri blettur minnir okkum eisini á veruna aftanfyri. Í hjúnalagnum hjá Honnu og Hanusi eru børnini, Hervør, Gestur, Guðrun og Úlvur. Við Hanusi við Høgadalsá er ein sermerkt persónmenska farin, ein arbeiðsmaður vit fegin minnast við virðing. jl. Eyðólv Dimon Til minnis um Krisjan Dahl Í gjár 11.januar andaðist Krisjan Dahl Í gjár 11.januar andaðist Krisjan Dahl eftir langa sjúkralegu. Krisjan gjørdist bert 50 ára gamal, nú hann slóknaði. Fyri góðum ári síðan gjørdist hann sjúkur og kom ongantíð fyri seg aftur. Fyri okkum, sum kendu Krisjan, kom andlátið ikki óvart á. Krisjan kom í starv á Sosialinum í januar 1984, og undan tí hevði hann starvast innan fiskivinnu og byggiarbeiði frá 1964-68. í 1969 fór hann undir lestur og í 1973-77 starvaðist hann í uttanríkismálaráðnum. Í 1977-83 arbeiddi hann innan fiskasølu og á Nordafar, og í 1984 kom hann so í starv sum fyritaksstjóri á Sosialinum. Nógvar broytingar vóru farnar fram á blaðnum. Blaðhúsið var nýtt og somuleiðis nýggj prentsmiðja. Tað var tungt at fáa tølini at hanga saman, men Krisjan var áhaldin í sínum arbeiði. Hann dugdi sera væl at fáa ymsu starvsbólkarnir á Sosialinum at samstarva, og hann var ikki ein stjóri, sum var bangin fyri at smoykja upp um armar. Krisjan var ein sera tolin maður, og nú tankarnir leita aftureftir, so var hann kanska í so tolin. Tá kreppan kom, rakti hon eisini Sosialin sera meint. Fleiri av bløðunum, ið Sosialurin prentaði, fóru á heysin, og sum fyritaksstjóri nívdi gongdin Krisjan sera nógv. Hann var ein persónur, sum ikki dugdi at leggja arbeiðið eftir á arbeiðsplássinum, tá hann hevði frí, og hinvegin so vóru dagarnir ofta sera langir, tí Krisjan fór sjáldan av blaðnum, fyri enn tað var liðugt prentað og koyrt út . Men í 1996 kom blaðið so undan, og Krisjan kundi stoltur leggja ein rokniskap, sum vísti eitt yvirskot, fyri aðalfundin. í samrøðu við Krisjan beint áðrenn hann gjørdist sjúkur, tosaðu vit um framtíðina hjá blaðnum, og eg hevði viljað unt Krisjani nógv góð ár afturat, nú fruktirnar av tí, sum hann var við til at leggja lunnar undir, geva úrslit. Mínir tankar leita í kvøld til tykkara, sum hava mist. Fyrst og fremst til tín Karlu og børnini Paulu, Fróða og Svein, sum hava mist ein góðan mann og pápa. Á Sosialinum er saknurin stórur, nú Krisjan ikki er longur. Vit drípa høvur í minninum um Krisjan Dahl og vilja vísa teimum avvarðandi djúpastu samkenslu. Gullbrúdleyp 15. november í 1923 var eitt gentubarn borið í heim, einki løgið í tí. Móðurin kanska heldur ung, vil onkur vera við, knapt 18 ár. Navnið bleiv tó eitt sindur sjálvsamt: Leonia. Tað var abbi hennara, sum hevði lisið um eina kvinnu við hesum navni, og hann var vorðin hugtikin bæði av henni og av navninum. 25. mai í 1929 doyði faðirin. Tá var Leonia 5 ár saman við tveimum yngri brøðrum, ið vóru 3 ár. Maður hennara, Jens Ludvig, misti móðir sína, tá ið hann var 14 ár. Í bókini >>Hundredesyv-Visebogen<< av Marionnu Clausen sigur Jens Ludvig soleiðis frá: Den 3. april 1932 blev jeg konfirmeret, og den 4. april kom jeg tilbage til Dalur. Om aftenen samme dag døde min moder hjemme hos os. Det lykkedes, at hun i levende live så mig konfirmeret. Dér stod vi: min fader 51 år gammel, jeg knapt 14 år, min broder 13 år, min søster 11 år og min bedstefar ca. 80. Min moder var 39 år, da hun døde, men forsynet var os nådigt: en pige fra Husevig, 18 år gammel, Anna Margit Anthoniussen, kom til os og tog fat om vort hus, og klarede det over al forventning. Hun var hos os i 3 år, og jeg gad se, om der findes nogen nu i den alder og under de omstændigheder hun havde, kunde klare det så godt som hun gjorde. Den kvinde er vi tak skyldig. Lívið skal livast víðari, og menniskjan er tíbetur soleiðis innrættað, at skjótt kann verða gloymt, sjálvt um saknurin allíkavæl er til staðar. Bæði hava tit sostatt upplivað eitt øðrvísi bygt heim enn tað, tit sjálvi komu at byggja. Tá ið eg minnist aftur á óvitaárini, er abbin so týðiligur í minninum. Situr á torvkassanum við kørum í hondunum; á komfýrinum liggur ein ullarúgva, og vit sita rundanum ella uppi á komfýrinum og nappa. Tað, at eg nevni abban, er tí, at hann, saman við tykkum, hevur verið við til at gera barnaheim mítt til nakað heilt serligt. Og her er tað, at tit bæði, faðir og móðir, koma inn í myndina. Um tit ikki høvdu verið tey, ið tit eru, so var tað ikki vist, at abbin hevði sitið á okkara torvkassa. Gomul fólk eru ikki altíð líka góð at fáast við, men tú kláraði tað, móðir, og tað skalt tú hava takk fyri frá mær. Valkvøldið 8. november 1966 andaðist abbin, 85 ára gamal, meðan vit, húsfólkið var inni. Tá var eg 10 ár, og so løgið tað kann ljóða, so minnist eg tað sum eitt hugnaligt kvøld. Gomul fólk fara, yngri koma til og verða eisini gomul. Soleiðis er lívsleiðin. Tit eru nú bæði farin um >>støvets år<<, og í tí sambandi vil eg senda eina heilsan til bróðir mín við húski. Tað, at tit eisini búgva í Dali og kunnu vera um foreldur míni, eri eg glaður fyri. Tillukku við gullbrúdleypsdegnum tann 11. og Guð signi framtíð tykkara. Heilsan frá okkum á Fuglebjerg. Tórur Fótbóltsupptakt á Kambsdali Fótbóltur: GÍ skipar annað árið á rað fyri innandurakappingini Atlantic Cup Komandi leygardag skipar GÍ fyri innandurakapping í fótbólti, nevnd Atlantic Cup, fyri tey tíggju liðini í 1. deild. Gøtumenn royndu hetta tiltakið fyri fyrstu ferð í fjør, og eydnaðist tað sera væl. Eins og í fjør, tá HB vann kappingina, fær vinnandi liðið í ár seks Gjugg í Borg-ferðir til Reykjavíkar frá Atlantic Airways, sum saman við Statoil er høvuðsstuðul hjá kappingini. Pauli Jarnskor, ið er ein av fyrireikarunum, sigur, at kappingin er ætlað sum eitt slag av upptakt til sjálvt fótbóltsárið, sum byrjar í næstum. - Tað er eingin ivi um, at tíðarskeiðið frá oktober og fram til síðst í januar er ov stilt á fótbóltsøkinum. Endamálið við kappingini er at fáa meira aktivitet hesa tíðina á árinum, sigur Pauli Jarnskor. - Tað ganga jú eisini altíð nógvar søgur um hesa tíðina á árinum, og hetta er eitt gott høvi hjá fólki at síggja, hvør spælir við hvørjum, sigur hann. Í fjør luttóku tey tíggju 1. deildarliðini umframt TB og LÍF úr 2. deild. Í ár verða tað bert tey tíggju liðini í 1. deild, sum vera við. Fyrrapartin í gjár høvdu tey trý suðuroyarliðini Sumba, TB og VB enn ikki boðað frá luttøku, men Pauli Jarnskor roknaði við, at tey eisini fóru at koma. Kappingin í ár verður skipað á nøkulunda sama hátt sum í fjør. Liðini verða býtt upp í tveir bólkar, har tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki koma víðari til hálvfinalurnar. Í fjør spældu hini liðini eisini um lægru plaseringarnar, men so verður ikki í ár. Eftir innleiðandi bólkaspælið verða tvær hálvfinalur, síðani dystur um 3. plássið og at enda finala. Kappingin leygardagin byrjar klokkan 10.00 og endar væntandi við finaluni um seks-sjey tíðina um kvøldið. Ætlanin hevur verið at útbyggja kappingina, so hon fevnir yvir fleiri vikuskifti fleiri staðni í landinum, men tað verður so ikki í ár. Í ítróttarsosialinum í morgin verður meir um hesar ætlanirnar. Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Venjingarlegan verður í Sevilla Fótbóltur: Ferðalagið verður burtur úr Føroyum frá 19. og til 28. februar Fótbóltssambandið hevur nú fingið upp á pláss, nær venjingarlegan hjá landsliðnum verður á hesum sinni. Landsliðsspælararnir fara á flog úr Vágum hósdagin 19. februar, og teir koma aftur til landið leygardagin 28. februar. Síðsta uttanlandaferðin hjá landsliðnum var niður til Gijón í Spania, og aftur hesa ferð gongur leiðin niður til Spania. Avrátt er, at landsliðið skal halda til í Cadiz. Gijón er norðuri í útnyrðingshorninum, men hesa ferð fara Allan Simonsen og hansara menn nógv longri suður í landið, um enn teir framvegis vera staddir vestarlaga í landinum. Vóna at spæla tríggjar dystir Allan Simonsen er rættiliga kendur í Spania, har hann spældi í Barcelona frá 1979 og til 1982. Hann hevur samband við teir har niðri, og hóast tað ikki var komið upp á pláss, tá vit vóru í sambandi við FSF-skrivstovuna á miðdegi í gjár, so verður vónað, at tað fer at bera til at spæla tveir ella tríggjar dystir á venjingarleguni. FSF hevur ikki enn fingið listan frá Allani Simonsen yvir spælarar, sum hann vil hava við til Spania, men talið verður 18-20. Stóri spurningurin verður ivaleyst, um tað fer at bera til hjá spælarunum, ið eru á grasi uttanlands, at koma við. Nú eru teir fýra í tali - Julian Johnsson, Todi Jónsson, Jákup Mikkelsen og Jan Allan Müller. Óvist við dystunum Tey bæði undanfarnu árini hava venjingarlegurnar verið í ávikavist Kypros og Turkalandi, og báðu ferðirnar hevur tað verið UFA, sum hevur rindað allar útreiðslurnar. Gjaldið fyri venjingarleguna er partur av gjaldinum fyri rættindini at sjónvarpa frá landsdystunum í Føroyum. Landsliðið fer niður til Spania, uttan at Fótbóltssambandið veit nakað um, hvussu skráin fyri landsliðið sær út fyri 1998. Lutakastið til EM-undankappingina verður í Gent í Belgia komandi sunnudag. Fyri FSF fara Jens Erik Rasmussen, Allan Simonsen og Ísak Mikladal at vera hjástaddir, og aðalskrivarin í FSF sigur, at um tað fer at ganga, sum tað plagar, so fara umboð fyri londini, sum Føroyar koma í bólk við, einar tvær vikur seinni at hittast fyri at leggja dystirnar til rættis. Enn eru eingir venjingardystir avtalaðir, men tað er einki at ivast í, at tað hevði komið landsliðnum væl við, um teir kundu fingið avtalur um ein ella tveir venjingardystir, áðrenn farið verður í eldin í EM-undankappingini. Fótbóltur: HB fer gera samstarvsavtalu við kenda danska felagið AB, sum rættiliga hevur bitið seg fast í superliguni. Ein av teimum mongu ungu og evnaríku føroysku fótbóltsspælarunum fór í gjár til Danmarkar at royna seg. Talan er um Andrew av Fløtum úr HB. Hann skal í tvær vikur royna seg í kenda danska felagnum AB, har hann skal venja saman við teimum, ið júst nú eru farnir undir at fyrireika seg til seinnu hálvu av kappingini um DM. Besta liðið hjá AB er í superliguni, har teir í heyst stóðu seg væl betri, enn spátt varð um frammanundan, og tað er saman við teimum bestu í felagnum, at Andrew av Fløtum skal venja. - Hann fær ivaleyst av at vita. Tað er tiltikið, hvussu nógv tað verður lagt fyri, tá fyrsta stigið verður tikið at fáa spælararnar í røttu venjingarstøðuna, eftir at teir hava hildið frí síðani síðst í novembur. Tað er Gunnar Mohr, sum vit práta við. Hann var síðst í gamla árinum valdur til formann í HB. Gunnar Mohr gavst at spæla í 1. deild í fjør, og tá varð ikki dult fyri, at Andrew av Fløtum skuldi verða maðurin, sum í framtíðini skuldi bera troyggjuna við 10-talinum, sum Gunnar hevur borið í mong ár. Eru tit ikki bangnir fyri at missa ein ungan og evnaríkan álopsspælara, tá tit so at siga senda hann upp í hendurnar á einum útlendskum felag? - Tá ein spælari fer til eitt felag at royna seg soleiðis, so er møguleikin altíð til staðar fyri, at hetta felagið ynskir at innlima spælaran millum sínar spælarar. Tað vita vit, og vit hava einki ímóti at hjálpa okkara spælarum ávegis, um tað vísir seg, at teir hava møguleika at standa seg á hægri støði, enn vit kunnu bjóða teimum. Royndirnar siga, at tað er bara í einstøkum førum, at hetta kemur upp á tal. Í flestu førum koma spælararnir heim aftur, og tá fáa vit vónandi ágóðan av teimum royndum, sum teir hava gjørt, sigur Gunnar Mohr. Samstarvsavtalan Nógv bendir á, at Andrew av Fløtum verður ikki tann síðsti HB spælarin, sum fer at royna seg í AB. Sambært formanninum í HB, so verður í løtuni arbeitt við at seta eina formliga samstarvsavtalu saman, sum AB og HB skulu skriva undir uppá. - Vit hava tosað við teir, og tað er avrátt, at vit skulu koma við einum útkasti, sum teir so skulu hyggja uppá, áðrenn endaliga avtalan verður undirskrivað. Umframt at snúgva seg um møguleikan hjá spælarum hjá okkum at royna seg í AB, so fer avtalan eisini at fevna um samstarv á fleiri øðrum økjum. Síðani AB flutti upp í superliguna hava teir arbeitt miðvíst við at víðka fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum hjá felagnum. Vit hava hugt at konseptinum hjá teimum, og tað er áhugavert at staðfesta, at tað, sum teir takast við, á fleiri økjum líkist rættiliga nógv tí, sum vit arbeiða við, sigur HB formaðurin. Men hvat er tað heilt ítøkiliga, sum tit kunnu fáa gagn av? - Eitt dømi er, hvussu teir fáa og røkja stuðlar á ymsum bógvum. Her hava teir drúgvar royndir, og vit ivast einki í, at vit kunnu læra ein hóp av teimum, sigur formaðurin í HB, sum ikki vil avvísa, at talan eisini kann gerast um at fáa danska felagið at koma hendavegin at spæla onkuntíð. Men hetta er nakað, sum teir ikki hava viðgjørt enn. Vilja vera best AB er eitt av gomlu fótbóltsfeløgunum í Danmark. Seinast teir vunnu DM var í 1967. Teir vóru framvið onkra ferðina stutt eftir tað, men so fór at ganga verri, og í sjeytiárunum flutti AB niður í næstbestu deildina, og har vóru teir næstu fjórðingsøldina. Høvuðsorsøkin fyri vánaligu gongdini segðist vera, at felagið flutti av økinum við Nørre Allé, har lærdi háskúlin er, og har Akademisk Boldklub hevði sjálvsagt heimstað, og út í Bagsværd. Tað tók langa tíð, áðrenn AB rættiliga festi røtur har úti, men nú tykist gongd vera komin á. Úrslitini eru vorðin betri, AB er komið aftur í bestu deildina, og áskoðararnir eru so smátt farnir at fjølgast í Gladsaxe Idrætspark, sum er heimavøllurin hjá felagnum. Nógvir pengar eru komnir í AB, sum ikki dylur, at teir ynskja at bjóða Brøndby og FCK av í kappingini um pengarnar og áskoðararnar í danska høvuðsstaðnum, og teir ásanna, at skulu teir gera seg galdandi í tí kappingini, so er neyðugt, at teir á vøllinum kunnu standa seg millum teir bestu. Venjarin hjá AB eitur Christian Andersen, sum í síni tíð var við til at vinna DM til B1903 og sum spældi tvær ferðir á danska landsliðnum, áðrenn hann gjørdist yrkisspælari uttanlanda og tískil ikki kundi spæla á landsliðnum. Tað er undir hansara hond, at Andrew av Fløtum næstu tvær vikurnar skal vísa, hvør stirðil er í honum. VB fær nýggjan spælara Fótbóltur: 22-ára gamal jugoslavi skal styrkja miðvøllin hjá VB FÓTBÓLTUR: VB fær ein nýggjan jugoslaviskan spælara til komandi kappingarár. Eftir at VB ikki ynskti at halda fram við samstarvinum við Zoran Mancic, sum nú skal spæla við KÍ, hava teir leitað eftir ein øðrum útlendskum spælarar, sum eisini kann virka sum venjari hjá teimum yngru deildunum. Og hesin spælarin er funnin. Hann er 22 ára gamal og eitur Milan Qulgic. Hann er ein vinstrabeintur miðvallarspælari, sum VB-venjarin Milan Milanovic hevur funnið í Jugoslavia. Triðja árið á rað hevur VB jugoslaviskan venjara og øll hesi árini hava teir havt ein spælara afturat. í 1996 var tað Velibor Kopurnovic, í fjør Zoran Mancic og í ár verður tað Milan Qulgic. VB fer hesa vikuna undir venjingina til komandi kappingarár og um mánaðarskiftið kemur Milan Milanovic til Vágs at standa fyri venjingini. Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Herfølge vil gera nýggjan sáttmála við Jákup Mikkelsen Fótbóltur: Eisini føroyski málverjin er sinnaður at gera nýggjan sáttmála við Herfølge Í dag fer føroyski málverjin Jákup Mikkelsen á fund við leiðsluna í Herfølge. Á skránni eru samráðingar um nýggjan sáttmála millum partarnar. Sáttmálin, sum Jákup Mikkelsen hevur við Herfølge í løtuni, gongur út í summar, og bæði leiðslan í Herfølge og Jákup eru hugað at leingja samstarvið. - Herfølge leggur upp til, at vit gera ein nýggjan sáttmála, sum gongur fram til summarið ár 2000, og tað ljóðar áhugavert, sigur Jákup Mikkelsen. Jákup Mikkelsen er undir útbúgving í Danmark, og hann verður liðugur um góð tvey ár. - Enn kenni eg einki til treytirnar, sum Herfølge fer at bjóða mær, men kann eg fáa tær treytirnar, sum eg havi í núverandi sáttmála, sigi eg ja til ein nýggjan sáttmála. Spæla nógvar venjingardystir Sunnudagin fór Herfølge undir uttanduravenjingina , og skráin fyri fyrireikingina til seinnu hálvu av kappingini er løgd. Síðst í januar mánaða fer liðið undir at spæla venjingardystir og allan februar mánaða verða tveir dystir spældir um vikuna. Tað er bert FC Keypmannahavn av liðunum í Superliguni, sum fer at spæla venjingardyst ímóti Herfølge. Annars verða mótstøðuliðini hjá Herfølge lið úr 1. deild í Danmark og lið úr bestu deildunum í Noregi og Svøríki. 1. mars fer Herfølge til Spania, har liðið skal verða við í eini kapping millum fýra norðurlendsk lond. Umframt Herfølge eru liðini í hesi kapping Trelleborg og Norrkøping úr Svøríki og Viking Stavanger úr Noregi. Jákup fekk skaða Undir fyrstu uttanduravenjingini sunnudagin var Jákup Mikkelsen so óheppin at fáa ein fiburspreinging í beinið. - Skaðin er ikki álvarsligur. Eg fái viðgerð komandi dagarnar, og tað gongur neyvan meiri enn ein vika áðrenn eg kann venja sum vanligt aftur, sigur Jákup Mikkelsen. Jákup og teir hava vant inni síðani fyrst í januar, og nú er teir farnir í holt við uttanduravenjingarnar á grúsvallum. - Grúsvallirnir eru góðir í løtuni, tí tað hevur einki frost verið, og tí eru teir ikki so harðir, sum teir vóru í fjør. Í fjør gjørdu hørðu grúsvallirnir, at Jákup fekk ein skaða í mjødnina, sum hann framvegis brynjar seg ímóti við serligum skinnarum. Ússalig fakfelagsrørsla: Fekk ikki flutt eitt komma! Tað kom rættuliga fram fríggjadagin, hvussu ússalig meginparturin av føroysku fakfelagsrørsluni er. Eftir eitt ár við hóttanum um >>aðalverkfall<<, fundum í hópatali, sum eru væl refereraðir í fjølmiðlunum, meira ella minni láturligar fundarsamtyktir og yvirlýsingar, kundu summi av hesum feløgum semjast um at leggja arbeiðið niður ein lúsa dag og at hava eina einkisigandi mótmælisgongu, har eg sjálvur samb. >>Dimmalætting<< var ein av høvuðsskurkuum. Tað er eyðkent fyri hesa forsamling, at hon skiftir grundgeving eins ofta sum onnur skifta hosur. Nú var tað knappliga ikki skatturin hjá fiskimonnum, sum mótmælini vóru bend ímóti, men >>fíggjarpolitikkinum hjá landsstýrinum<<. Tað kom tó greitt fram á fundinum, at tað vóru fiskimenn og tess felag, sum vóru fíggindin. Eitt spennandi hendi tó: Havnar Handverkarafelag var í veruleikanum í verkfalli móti sínum egnu limum, sum arbeiða uttanlands. Hetta man vera eindømi í heimssøguni! Nú aftan á kunnu øll hesi feløg staðfesta, at hóas tallar tær ómetaligu kreftir, sum eru brúktar í hesum máli við hóttanum av ymsum slag, so hava tey ikki fingið broytt so mikið sum eitt komma. Hóttanirnar hava nevniliga virkað mótsatt. Eingin tingmaður við respekt fyri sær sjálvum vil hava sitandi á sær, at hann verður dikteraður av slíkum kreftum uttantings, sum her er talan um. Tingmenn vita eisini nú, at ein hóttan frá arbeiðarafeløgum um at leggja landið lamið í veruleikanum merkir hægst 24 tímar. Tað skal meira til fyri at fáa tingmenn at rysta í brókunum! Tí verður møguleikin fyri ávirkan minni í framtíðini enn hann var frammanundan. Orsøkin er tann, at øll hesi feløgini eru farin í part við sær destruktivu kreftirnar í føroyskari fakfelagsrørslu, har tað bert ræður um at vera ímóti stórt sæð øllum millum himmal og jørð. og har tann størsti sigur er at síggja síni egnu arbeiðspláss liggja lamin. Tað hevði nú verið munur á, um feløgini høvdu nýtt allar hesar kreftir til gagns fyri sínar limir. Mótsatt øllum hesum fe-løgum roynir fiskimannafelagið at arbeiða konstruktivt fyri sínar limir. Sum tað skilst kunnu vit ikki klaga um úrslitið! Óli Jacobsen Hildur Patursson Líka fyri lógini - Skulu vit enn einaferð gjalda fyri ein skilaleysan búskaparpolitikk sum endar við, at skatturin og mvg'ið verða hækkað? Vit kenna okkum sannførd um, at hetta, sum nú verður givið út, og sum tað almenna skal gjalda, skal vinnast aftur í lægri hýrum, segði Hildur Patursson, formaður í Pedagogfelag Føroyar m. a. í røðuni á mótmælisfundinum fríggjadagin Eg hoyri, at onkur sigur, at vit eru ímóti okkara sjómonnum. Men tað er ikki rætt. Vit vita væl, at tað er stór ogn í sjómonnum okkara, og vit vita eisini, hvønn týdning ein sunn sjóvinna hevur fyri búskapin. Ein stór fjøld av teimum, sum standa aftanfyri arbeiðssteðgin og mótmælisfundin, varða av sjómonnum. Nógvar eru giftar við sjómonnum, og her eru døtur og synir, systrar og beiggjar hjá sjófólki, og fleiri eiga ella hava átt pápa á sjónum. Hetta tiltakið er sanniliga ikki sett í verk ímóti sjómonnunum okkara, men hetta er eitt tiltak vent beinleiðis móti politiska valdinum, sum er farið at gera mismun á borgarum landsins, og fyri at rópa varskó móti tí førda fíggjarpolitikkinum. Og tað eru ikki bara vit á landi, sum halda hetta vera skeivt. Frá fleiri havi eg hoyrt, at eisini nógvir sjómennir eru argir inn á tað nýggju lógina, sum ber við sær, at sjómenn ikki skulu hava somu skattskyldur sum aðrir skattaborgarir. Teir hava verið her alla tíðina, og teir vilja fegnir vera við til at bera sín part av byrðini, sum tað kostar at reka samfelagið. Teir vilja vera solidariskir við øll onnur í hesum samfelag, sum fáa úrkomu sína fyri at arbeiða hjá øðrum. Grunnleggjandi skulu vit øll vera líka fyri lógini, og hetta, sum nú er gjørt, vendir ið hvussu er tann skeiva vegin. Kunnu vit hugsa okkum, at vit skulu geva skattalætta til serlæknar, tí teir støðast so illa í Føroyum? Ella skattalætta til pedagogar, tí eftirspurningurin er so stórur? Neyvan, og tað hevði heldur ikki verið rætt. Tað ber ikki til at taka ein starvsbólk burturúr. Men nakað annað er at geva frádráttarmøguleikar fyri tann serliga kostnað, sum tað er at røkja sína vinnu. Tað er ikki rætt, við lóg at geva einari ávísari stætt ein peningaligan fyrimun. Rætta mannagongdin er, at stættirnar vinna sær ágóðar í samráðingum við sín sáttmálamótpart. Men soleiðis er ikki í hesum føri, og tí síggja vit tað, sum her er hent, sum eitt slysálop á frælsa fakfelagsarbeiðið, og tá er besta vápnið hjá mótpartinum sjálvandi at seta fakfeløg upp ímóti hvørjum øðrum. Búskaparpolitikkur og skerjingar av reallønini. Tað hevur verið førdur ein sera strangur búskaparligur politikkur tey seinastu árini, og hann hevur rakt løntakaran meint. Arbeiðsloysið hevur verið stórt. Arbeiðsinntøkan hjá teimum flestu er nógv skerd, bæði av fækkandi arbeiðstímum og av beinleiðis lønarskerjingum. Og tann tøka reallønin er nógv minkað av øðrum búskaparligum inntrivum hesi seinastu árini. Og tí hevur tað verið, og tí er tað framvegis ilt hjá mongum at bjarga sær. Eg vil vísa á, at tað er órímiligt, at Føroya Landsstýri og Løgtingið siga seg hava ráð til at geva batar, sum verða sagdir at fara til betri løntu sjómenninar, men ikki til fiskimenn við lægstu inntøkunum, samstundis sum teir siga seg ikki at hava fíggjarliga orku at lata lønarniðurskurðin aftur til okkara, sum hava sáttmála við Landsstýrið , sum vóru umfatað av eini fyribils lønarskerjing í 11 mánaðir í 1993. Soleiðis varð okkum lovað. Lønarniðurskurðin fáa vit ikki allan aftur fyrr enn í 1999, og. tá er lønin so nøkulunda komin á sama støði sum í 1991, men við einum stórum reallønarfalli. Tað er ilt at vita, hvørjum vit skulu trúgva. Skulu vit trúgva landsstýrismanninum í fíggjarmálum, tá ið hann sigur, at tíverri stendur tað so illa til hjá landskassanum, at teir ikki kunnu geva okkum, sum hava sáttmála við landsstýrið, alla skerjingina aftur beinanvegin, ella skulu vit trúgva sama landsstýrismanni, nú tá ið hann sigur, at tað gongur so mikið væl, at vit hava ráð til at lata ávísum samfelagsbólki - eg hugsi um reiðararnar - serligar batar. Og hetta eru í roynd og veru batar, sum reiðarnir sjálvir áttu at goldið. Ella sagt við øðrum orðum, ein fjaldur stuðul til fiskivinnuna, sum enn einaferð gruggar útyvir vantandi kappingarføri hjá pørtum av fiskivinnuni. Og tá hava vit onga sunna sjóvinnu at liva av. Heldur verður hon ein kleppur um beinini, sum kann vera við til at leiða okkum út í eina nýggja búskaparliga kreppu. Vit vita væl, hvør ið tá skal gjalda. Tey somu, sum sviðu ringast fyri fyrra húsagangin. Vit vilja ikki standa tigandi og hyggja at meðan Føroyar enn einaferð verða koyrdar á húsagang. Og fyri meg er tað eisini avgerðandi neyðugt, at vit bera so í bandi, at vit í framtíðini ráða okkum sjálvum. Bæði tá tað gongur við, og tá ið tað gongur ímóti. Løntakarin hevur havt ilt við at fóta sær í hesum hørðu búskaparligu tíðum og stúrir fyri, at hetta bert er byrjanin til nýggjar reallønarlækkingar, nú ávísur politikkur við almennum lønarskerjingum sum veruliga endamálinum verður kroystur ígjøgnum, í fyrsta umfari kammofleraður sum skattalætti til ávísan samfelagsbólk. Skulu vit enn einaferð gjalda fyri ein skilaleysan búskaparpolitikk sum endar við, at skatturin og mvg'ið verða hækkað? Vit kenna okkum sannførd um, at hetta, sum nú verður givið út, og sum tað almenna skal gjalda, skal vinnast aftur í lægri hýrum. Studningurin til fiskivinnuna, ella rættari til peningavaldið aftanfyri fiskivinnuna, er sostatt byrjaður av nýggjum. Tað var hesin studningur, sum var so eyðkendur fyri tað sokallaðu góðu tíðina, sum koyrdi okkum á húsagang, saman við politiskum ráðagerðum, gjørdar í einum øðrum landi. Soleiðis liggur landið beint nú. Vit vilja ikki við afturstigi inn í eina nýggja búskaparliga fellu. Hildur Patursson Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Handverkarar vildu vísa solidaritet - Tí vísa vit ikki solidaritet nú, hvussu kunnu vit tá vænta, at onnur fara at vísa solidaritet við okkum, tá ið tann dagur kemur, at Anfinn Kallsberg sveiggjar svørðið yvir høvdið á okkum, segði Eyðfinn Petersen í røðu síni Eirikur Lindenskov - Tað er ikki av tilvild, so mong fakfeløg. við ikki minni enn einum 16.000 fólkum í rygginum eru møtt upp í dag at mótmæla tí vitleysa fíggjarpolitikkinum, sum landsstýrið førir og sum hóttir við at køva allan glotta, sum í dag hómast í havsbrúnni, segði formaðurin í Havnar Handverkarafelag, Eyðfinn Petersen. - Vit eru møtt her í dag at rópa varskó og vísa, at vit ætla okkum ikki at standa sum pasivir áskoðarar og hyggja at, meðan landsstýrið forkemur øllum tí viðbrekna framburðinum, sum hevur verið í samfelagnum seinastu árini, og sum skla vera lívsgrundarlag okkara seinni, og lívsgrundarlagið hjá eftirkomarum okkara. Eyðfinn Petersen segði eisini, at tað tyktist tíverri sum um hetta er einast máti at koma á tal við politikarar okkara. - Búrskaparfrøðingar hava ávarað um gongdina og fakfeløg hava ávarað um gongdina. Men eingin lurtar. Ja, teir ikki so mikið sum øna okkum svar, segði hann. Hann segði víðari, at størri háðan kanst tú ikki vísa ímóti nørkum enn at tiga ein burtur. - Hetta tiltakið skal siga politikarum okkara, at teir eru altso noyddir at lurta. - Eingin er keddari enn vit av, at vit noyddust at órógva arbeiðsfriðin í dag. Men tíverri skal eitt so drastiskt tiltak til, fyri at fáa politikararnar á tal. - Eg má viðganga, at eg fegnaðist tá ið eg hoyrdi, at ætlanin var at geva sjómonnum skattalætta. Tí eg helt, at tað hava teir uppiborið, tí teir eru so nógv heimanífrá og fáa tí ikki tikið so nógv lut í vanliga samfelags- og sosiala lívinum. - Og eg helt eisini, at fáa fiskimenn skattalætta, fer tað at gera tað øom.guligt hjá teimum at hækka skattin hjá okkum øðrum. Tvørturímóti helt eg, at tað fór at geva okkum tey bestu argumentini, hugsast kundi, at lækka skattin hjá øllum øðrum samfelagsbólkum eisini. Eyðfinn Petersen heldt, at løntakarar hava ikki longur bara ein mótpart at stríðast við, og meinti hann við, at tað nú ikki einans er arbeiðsgevarin, sum er mótparturin hjá arbeiðarastættini - men eisini landsins fólkavalda stýri, sum er tann størsti úlvurin, ið vil skræða okkum sundur, sum hann tók til. - Nú sjómenn fingu skattalætta, helt eg, at kavablakið var farið á rull, og at tað fór bara at blíva størri og størri. - Men soleiðis bleiv jú ikki, staðfesti hann. Eyðfinn Petersen segði, at talan ikki er um ein skattalætta til sjómenn, men ein skattalætti, sum reiðararnir sleppa at umsita. Síðani spurdi hann m. a., hvussu norskir reiðarar skulu umsita ein slíkan skattalætta, tá teir ikki so frægt usm hava eitt føroyskt p-tal. Hann vísti eisini á, at talan ikki er um ein solidariskan skattalætta. Av tí at skattalættin er av fiskipartinum, fær yvirmaðurin við teirri góðu lønini størri skattalætta, enn dekkarin. - Kanska heldur Anfinn Kallsberg, at yvirmaðurin hevur uppiborið størri skattalætta, tí at hann kennir so mikið størri sakn, ella leingist verri, enn dekkarin. - Og hvat við línuflotanu, spurdi hann. - Nógvir línubátar hava egningmaskinu umborð, sum eisini fær ein fiskipart - Sig mær, fær egningarmaskina so eisini skattalætta? spurdi Eyðfinn Petersen, sum helt, at skulu sjómenn hava skattalætta, so áttu teir at fingið ein solidariskan skattalætta eftir sama leisti, sum handverkarar, ið starvast uttanlands - t. v. s. ein frádrátt fyri hvønn dag, teir eru burtur. Eyðfinn Petersen helt, at tað uttan iva eru mong, sum spryrja, hvat Havnar Handverkarafelag vil í hesum selskapinum. - Men okkara endamál at taka lut í hesum tiltakinum er púra greitt. Vit vilja við hesum vísa okkara solidaritet við meginpartin av føroyska arbeiðsmarknaðinum. - Tí vísa vit ikki solidaritet nú, hvussu kunnu vit tá vænta, at onnur fara at vísa solidaritet við okkum, tá ið tann dagur kemur, at Anfinn Kallsberg sveiggjar svørðið yvir høvdið á okkum? Tí tað, sum fær okkum at gera vart við okkum í hesum politiska skilaloysinum er, at vit stýra stórlgia fyri, at Anfinn Kalsberg & Co hava onkra fjalda politiska ætlan um at skerja lønirnar, eisini hjá okkum handverkarum, segði Eyðfinn Petersen. Hann segði eisini, at handverkarar, sum arbeiða uttanlands, fingu á sinni ein skattalætta fyri at viga eitt sindur upp ímóti tí sakni, teir kenna á sær at vera heimanífrá. - Hendan skattalættan hevur Anfinn Kallsberg skert. - Samstundis hevur verið frammi, at ætlanin er eisini at geva frammandaarbeiðarum, sum koma hendanvegin skattalætta. - Hetta síggi eg sum eina miðvísa roynd at trýsta lønirnar á landi niður, m. a. handverkaralønirnar. - Tí tað eru jú útboð og eftirspurningur, sum stýra lønini. Og tað vil siga, at fleiri fólk eru til taks á arbeiðsmarknaðinum, betri liggur fyri at trýsta lønirnar niður. Hetta helt Eyðfinn Petersen skjótt kann vísa seg sum eitt tvíeggjað svørð. Tí hægri lønin er, hægri er skatturin - og so høvdu vit kanska havt ráð at betalt okkara egnu fólkapensjón. - Kristian Magnussen hevur jú alment sligið fast, at tað er tað yngra ættarliðið, sum betalir fólkapensjón fyri tað eldra ættarliðið. Eyðfinn Petersen helt, at betur var, um gjørdu sum fyrr, at vit betaltu okkara egnu fólkapensjón - at tað beinleiðis stóð á sjálvuppgávuni at pengarnir vóru markaðir til fólkapensjónina. - Tað er eitt slag í andlitið á øllum lønmóttakarum nú at fáa at vita frá sjálvum landsstýrismanninum í almannamálum, at fólkapensjónin er alt annað enn trygg, og at tað ikki eru vit, sum betala okkara egnu fólkapensjón, men at tað eru eftirkomarar okkara, sum skulu betala hana, segði Eyðfinn Petersen. Hann harmaðist eisini um, at vit samstundis ásanna, at vit ikki hava ráð at betala til okkara sjúku á sjýkrahúsi, men mugu stjala 12 milliónir frá pensjónistunum fyri at sleppa undan ringastu skommini. - Samstundsi fær ein annar landsstýrismaður, John Petersen, 12 milliónir at tveita í Skopunarfjørð. Tað tykist ikki sum um hann gevst, fyrr enn hann hevur fingið fast á Glyvursnes. - Men tað, sum er allarmest merkiligt er, at allur hesin ørskapurin fer fram meðan flokkar sita í Tinganesi, sum hava í sínum skjaldramerki, at almenn um siting er yvirhøvur av tí ónda, at almenn umsiting er óneyðugt formyndaríð og skal vera so lítil sum møgulig, fyri ikki at skapa eitt >>sosialistiskt eftirlitssamfelag<<, sum tikið verður til. Hesir flokkar, sum siga seg vilja skerja almenna umsiting, hava gjørt tað beint øvugta, tí teir hava ikki gjørt annað enn at økt hana munandi, ja í Tinganesi er talaið á starvsfólki tvífaldað. - Her er okkurt, sum ikki samsvarar, og tað er tað, vit vilja vísa í dag, segði Eyðfinn Petersen at enda í røðu síni á mótmælisfundinum á Vaglinum í Havn fríggjadagin. 15 fakfeløg mótmæltu fíggjarpolitikki landsstýrisins Fríggjadagin lá mesta av landinum lamið vegna arbeiðssteðg, sum 15 fakfeløg lýstu at galda frá midnátt fríggjanáttina til á midnátt leygarnáttina. Orsøkin til arbeiðssteðgin var, at feløgini á henda hátt vildu mótmæla fíggjarpolitikki landsstýrisins, sum feløgini halda, gjarar út til høgru og vinstru, og tey óttast enn eitt búskaparligt skrædl. Klokkan 15 fríggjadagin varð skipa fyri mótmælisgongu, og varð gingið frá Sjónleikarahúsinum í Havn og oman á Vaglið, at røður vórðu hildnar. Fýra røðarar vóru: Hildur Patursson, formaður í Føroya Pedagogfelag, Vígdis Johannesen, formaður í Havnar Arbeiðskvinnufelag, Brynhild Thomsen, journalistur og Eyðfinn Petersen, formaður í Havnar Handverkarafelag. Tey fimtan feløgnin, sum vóru við í arbeiðssteðginum vóru: Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Arbeiðarafelag, Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður, Føroya Postfelag, Starvsmannafelagið, Føroya Prentarafelag, S&K, Føroya Heimahjálparafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Handverkarafelag, Føroya Blaðmannafelag og Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag. Politiskur glantrileikur upp undir val Brandútsølan hjá Anfinni Kallsberg er politiskur glantrileikur upp undir val. Anfinn Kallsberg gjørdi júst tað sama upp undir valið í 1984. Tá vóru tað útróðrarmenn, sum fingu hansara studningsgávu, við tí úrsliti, at íløgurnar í útróðrarbátarnar gjørdist so stórar, at tær ikki kundu bera seg, segði Brynhild Thomsen m. a. í røðu síni á mótmælisfundinum fríggjadagin - Fakfeløgini bera ótta fyri, at búskaparpolitikkurin hjá landsstýrinum fer at føra til enn ein húsagang - eina kreppu, sum vanligi løntakarin skal gjalda, samstundis sum løntakarin framvegis knúgvar undir byrðunum frá ógvusliga krakkinum fyrst í 90'unum, segði Brynhild Thomsen, journalistur, sum var ein av røðarunum á Vaglinum fríggjadagin. Hon segði, at tað var einki minni enn eitt satt brotsverk framt móti fólkinum, tá ovurstóra privata skuldin hjá frekum og ódugnaligum vinnulívsmonnum við einum gandastavi brádliga varð gjørd almenn. - Fólk noyddust at rýma frá húsi og heimi, og tey stríðast og koma at strevcast í mong harrans ár framyvir fyri at gjalda sethúsaskuldina aftur til bankan, sum longu hevur selt hús teirra aftur til onkran annan fyri fullan prís. Hesin Bankin, sum við millardum av okkara pengum varð bjargaður fyri at sleppa spekulantum og studningsbarónum undan húsagangi, fekk milliónri fyri at selja bús tykkara, samstundis sum tit framvegis gjalda av upp á lánini tl hesi somu hús við rentes rente. Lønmóttakarin skal av við høvrt oyra hann vinnur, tí tað er vinnulívið, sum skal sanerast bæði eina, tvær og tríggjar ferðir, segði Brynhild Thomsen. Hon vísti eisini á, at Landsstýrið, sum størsti arbeiðsgevarin í landinum, hevur móti sínum egna starvsfólki víst ein jarnharðan vilja til at skerja útreiðslurnar hjá landskassanum, samstundis sum Landsstýrið hevur góðtikið nógv verkføll fyri á henda hátt at spara nakrar krónur. - Men tá talan er um aðrar samfelagsbólkar, sum áttu at fingið sína rímiligu og góðu inntøku fra'sínum privatu arbeiðsgevarum, tá er einki óført. Tá ber væl til at oysa 240 milliónir krónur úr landskassanum í beinleiðis og óbeinleiðis studningi. - Tá tað snýr seg um at sleppa reiðarum, sum í áratíggjur hava spunnið gull á fjarleiðunu ujdan teirra skuld í skipunum, so ber væl til at grýta einar 50-70 milliónir úr landskassanum. Tá á heimaleiðunum hava somuleiðis fingið meiri enn hálvthundrað milliónir á hvørjum ári hesi seinastu fimm árini, segði Brynhild Thomsen. Hon vísti eisini á, at hetta bert eru einstøk dømi um vantandi samanhangin í búskaparpolitikkinum og um vandamikla studningsmentalitetin hjá politikarum og vinnulívið. Núrverandi samgonga rekur sama útgjaringarpolitikk, sum áður hevur kollrent samfelagið, segði hon. - Førgru orðini um, at >>vit mugu læra av kreppuni<< hava ongantíð havt nakað veruligt innihald, segði hon, og segði at tann sjálvrannsakan, sum er ein forteyt fyri, at vit kunnu koma víðari úr kreppuni, varð kvald í einum eiti av eini kanning av 80'unum, har politikarar skulu kanna seg sjálvar og annars lata eyguni aftur fyri tí valdsmisnýtslu og misr.kt av embætum, sum fór fram hetta svarta tíggjuáraskeið. - Tá talan er um at tak í egnan barm tagna rakstrarrópini um dómarakanningar og rullandi høvd. Ístaðin heldur blinda liðið leiðina fram á síni oyðimarkarferð, og úrslitið er, at eingin av teimum grundleggjandi trupulleikunum í føroysku vinnulívi og samfelagsbúskapi eru loystir, og sami politiski hugburður, sum endaði í eyðmýkjandi húsagangi, livir framvegis. Brynhild Thomsen segði eisini, at hetta var ikki so lætt at síggja, nú fiskiskapurin hevur veirð so góður, og virksemið vaksandi síðani svørtu árini 92 og 93, men hon helt, at vit ikki áttu at lata okkum lumpa. Hon segði, at fiskastovnarnir hava ment seg. - Men teir skulu sjálvandi trýstast niður aftur í botn beinanvegn. Her skal einki drýggjast. Vit hava so nógv skip í flotanum, at vinnan er órentabul, hóast rokfiskiskap og niðurskrivingar av skipum. Alt ov lítið verður í part. Skipini vinna ov lítið, og sjófólkið fær ov lítið. Men hóast hendan álvarsliga veruleika, sær landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tað sum sína høvuðsuppgávu at fáa feliri fiskimenn heimaftur at manna hendan frammanundan alt ov stóra flota. Tiltøk til tess at fáa rentabilitet í vinnuna er ein býru í Russlandi, segði Brynhild Thomsen. Brynhild Thomsen vísti eisini á, at fiskivinnupolitikkurin er so illa lagdur til rættis, at eingin vón er hjá vinnuni at klára seg. Hon segði, at fiskavirkini á landi klára seg bert við almennum studningi úr Framtaksgrunninum, og Fiskasølan haltar við undirskoti triðja árið á rað og er eisini yvirtikin av Framtaksgrunninum, sum onga nýggja alternativa vinnu hevur skapt, hóast hetta skuldi vera hansara aðalmál. Hon vísti eisini á, at góði fiskiskapurin og skjóti vøksturin í virkseminum hevur økt munandi um inntøkurnar hjá okkara skuldarniðurbundna landskassa. - Ótrúligt at hvørt oyra nú skal gjarast út, uttan atlit til, at fiskiskapurin fyrr ella seinni minkar aftgur, og uttan atlit til, at viut nú skulu gjalda milliardirnar aftur til danska statskassan. - Men vit hava val ár, og tí er einki at vera ovfarin um. Heldur ikki, at samgongan nú letur skattalætta tiul ein einstakan bólk av lønartakarum og tekur hann fram um øll hini. Hetta er jú fyrsta stigið til ta famøsu ætlanina hjá Fólkaflokkinum um at lækka allar lønirnar. Aftur fyri siga teir, at vit fáa skattalætta. Men við ongari stýring av samfelagnum, við ongum vinnulívs- og fiskivinnupolitikki fer samfelagsbúskapurin enn einaferð um koll, og tí er tað at halda fólk fyri gjøldur at ditta sær at tosa um skattalætta. Heldur áttu teir at lært av dáragerðunum í 80'unum og farið at lisið uppá, hvat samfelagsstýring er fyri nakað, segði Brynhild Thomsen. - Men brandútsølan hjá Anfinni Kallsberg er politiskur glantrileikur upp undir val. Anfinn Kallsberg gjørdi júst tað sama upp undir valið í 1984. Tá vóru tað útróðrarmenn, sum fingu hansara studningsgávu, við tí úrsliti, at íløgurnar í útróðrarbátarnar gjørdist so stórar, at tær ikki kundu bera seg. - Men tað eru tit, sum standa her í dag, sum fingu toyggið fyrst í 90'unum og sum framvegis knúgva undir byrðunum. Og tá vit nú aftur síggja vandamikla útgjaringar- og studningspolitikki stinga sín ljóta skort fram, sum hevur kostað okkum so dýrt, so mugu vit mótmæla so harðliga, sum vit kunnui. Tí vit vilja frábiðja okkum aftur at verða tveitt úr í eina so eyðmýkjandi kreppu, sum hesin politikkur førdi til, og sum hevur etið seg inn í húðina á okkum øllum sum eitt brennimerki av skomm. FAKFELØGINI SLEPPA AT MÓTMÆLA Á TINGHÚSVØLLINUM Hvørki Løgtingið ella Løgtingsskrivstovan hava lagt fakfeløgunum forðingar í vegin í samband við mótmælisgonguna seinnapartin. Feløgini hava fingið loyvi at seta røðarapallin upp framman fyri Løgtinginum, sigur Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni Internet-Sosialurin, fríggjadagur: ­ Tað er ikki rætt, sum Internet Sosialurin ber fram, at Løgtingið á nakran hátt hevur noktað fakfeløgunum at seta røðarapallin upp framman fyri tinghúsið. Hetta sigur Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni, sum ikki var sørt bilsin, tá hon hoyrdi tíðindini endurgivin í útvarpinum í morgun. Hon sigur, at umboð fyri Havnar Arbeiðsmannafelag, sum tey plaga, vendu sær til løgtingsskrivstovuna, og spurdu um tey kundu seta røðarapallin upp framman fyri løgtingið, og tað var sjálvandi gaman í, sigur Súsanna Danielsen. Sostætt hevur løgtingið ella løgtinsskrivstovan ikki á nakran hátt lagt forðingar fyri mótmælisgonguni hjá fakfeløgunum, sum verður klokkan 15 seinnapartin í dag. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Jan Müller jan@sosialurin.fo Nevndin í Framtaksgrunninum afturvald Hóast væntast kann politisk orrusta - serliga innan samgonguna - so valdi løgmaður saman við forsætisráðharranum at afturvelja nógv umstríddu nevndina í Framtaksgrunninum, við Føroya mest útskeldaða manni, Sverra Hansen, á odda Tað ljóðar fyri vist, at Edmund Joensen, løgmaður og Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, mikudagin gjørdu av at afturvelja nevndina í Framtaksgrunninum. Hvørjar avleiðingar hetta kann fáa, er ilt at meta um. Men tað er eyðsæð, at hetta ikki fellur í góða jørð hjá Fólkaflokkinum. Eygleiðarar halda, at hetta kann føra til, at Fólkaflokkurin kann finna upp á at leggja fram misálitisuppskot á løgmann. Fólkaflokkurin hevur fingið sínar skattalógir ígjøgnum, og tí er ikki longur so neyðugt hjá teimum at halda saman upp á samgonguna. Avgerð løgmans kann illa tulkast sum annað enn ein provokatión móti Fólkaflokkinum, tí tað tyktist vera eitt kardinalpunkt, tá Framtaksloysnin varð gjørd, at nevndin í grunninum skuldi skiftast út. Men tað er so ikki gjørt - hvørjar avleiðingarnar verða, fara komandi dagarnir at vísa okkum. Fakfeløgini sleppa ikki at mótmæla á Tinghúsvøllinum Løgtingsskrivstovan hevur noktað mótmælandi fakfeløgunum at seta røðarapallin á økið hjá Løgtinginum. Orsøk: Tiltøkini eru vend móti Løgtinginum og Landsstýrinum! Internet-Sosialurin, hósdagur: ­ Tað kom fyrireikarunum av mótmælistiltakinum í Havn í morgin dátt við, at tey ikki sleppa at seta røðarapallin framman fyri Tinghúsið, soleiðis sum annars plagar at verða gjørt. Feløgini hava fingið neyðugu loyvini frá løgregluni, og byrjar mótmælisgongan við Sjónleikarhúsið klokkan 15. Hagani verður gingið oman á Vaglið, har røður verða hildar og felagssangur. Roknað verður við, at nógv fólk koma saman á Vaglinum. Hóast Løgtingsskrivsstovustjórin ikki vil, at røðarapallurin skal standa framman fyri Løgtinginum, so fáa fyrireikararnir ikki størvegis trupulleikar av tí. Pallurin kann eins væl standa framman fyri Gamla Bókhandilin, ella á ørðum stað. Men tey skilja ikki endamálið við at nokta feløgunum at nýta vanliga staðið: Túnið sunnan fyri Løgtingið. Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Luitjen fer í andstøðu Kristian Magnusen verður verðandi í Tinganesi, meðan Luitjen Apol, ið tekur sæti á Tingi sum varamaður hansara, fer at umboða Verkamannafylkingina í andstøðu Andstøðan í Løgtinginum fær ein lim afturat, tá Tingið kemur saman mikudagin. Luitjen Apol, sum fer at taka sæti á Tingi sum varamaður Kristian Magnussens, nú Ernst Hansen er farin, fer at umboða Verkamannafylkingina í andstøðu. Kristian Magnussen, landsstýrismaður, sigur, at teir hava tosað saman um málið, og eru samdir um, at tað verður soleiðis. Sjálvur hevur hann trý stór mál, hann skal hava niðan í Tingið í hesi setuni. Talan er um pensiónslógirnar, lóg um arbeiðsumhvørvi og lóg um vanlukkutrygging. So hann heldur ikki, at tað er rætt at fara úr Tinganesi nú. Tað er eingin loyna, at landsstýrismenninir hjá Verkamannafylkingini hava skift heldur títt í hesum valskeiðinum. Og Kristian Magnussen sigur, at hann kann ikki gera tað móti fólki, at hann nú eisini rýmir. Hvørki vanliga borgaranum ella starvsfólkinum í Tinganesi. >>Fólk verða fulkomuliga trillrund av hesum útskiftingunum,<< heldur Kristian Magnussen, landsstýrismaður. Ernst Hansen, sáli, hevði nakrar nevndarsessir í Løgtinginum. Og eisini onkran formanssess. Men hesar fær Luitjen Apol ikki, nú hann fer í andstøðu. Kristian Magnussen sigur, at nevndarsessirnir verða helst býttir millum samgongutingmenn í samráð við Verkamannafylkingina í samgongu, sum >>eigur<< sessirnar. Søgur hava viljað verið við, at Miðflokkurin skuldi í valbólk við samgonguni, um Luitjen Apol, fór í andstøðu. Men hesum tíðindum vísir Thordur Niclasen, løgtingsmaður Miðfloksins, aftur. Thordur Niclasen sigur, at Miðflokkurin hevur ongar ætlanir um at fara í nakran valbólk, og har er heldur eingin áheitan komin, sigur hann. Miðflokkurin fer framvegis, eins og fyrr, at taka støðu í hvørjum einstøkum máli, sum kemur fyri Tingið, sigur Thordur Niclasen. Og hann útilokar ikki, at flokkurin eisini tekur undir við uppskotum, sum koma frá samgonguni, hóast flokkurin er í andstøðu. >>Vit eru ikki í móti nøkrum bara við teirri grundgeving, at tað kemur frá samgonguni,<< sigur Thordur Niclasen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin. Verri enn Hitler<< Nú Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, var og vitjaði, skipaði Zakarias Wang fyri einum mótmælisfundi á Vaglinum, har hann sjálvur var røðari. Nú Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, var og vitjaði, skipaði Zakarias Wang fyri einum mótmælisfundi á Vaglinum, har hann sjálvur var røðari. Í røðuni segði hann, sambært fjølmiðlunum, at Poul Nyrup Rasmussen er verri enn Hitler. Tað letur til, at í Danmark hava summi misskilt hetta soleiðis, at tiltakið og orðalagið hjá Zakariasi Wang umboðaðu tann frælslynta vongin í føroyskum politikki, tvs. eisini Tjóðveldisflokkin. Hóast eg ikki rokni við, at sama misskiljing ger seg galdandi í Føroyum, haldi eg meg kortini sum løgtingsmann fyri Tjóðveldisflokkin vera noyddan at gera vart við, at hvørki Zakarias Wang, hansara fólkaítak, tjóðfundur ella hetta ófantaliga orðalagið um Poul Nyrup Rasmusen hava nakað sum helst við Tjóðveldisflokkin at gera. Finnbogi Ísakson Edmund Joensen: Í rættin við bankamálinum Landsstýrið fyrireikar seg til rættarmál Internet Sosialurin, hóskvøld: ­ Landsstýrið fyrireikar seg til rættarmáli mót risanum í danska fíggjarheiminum, Den Danske Bank. Hetta sigur Edmund Joensen við danska blaðið Jyllands-Posten í morgin. Tá bankakanninign í næstu viku verður almannakunngjørd, fer ein tíggjumannabólkur av serfrøðingum at nærlesa tær 2500 síðurnar. Um frágreiðingin tyngir leiðsluna í Den Danske Bank - og vísir, at stórbankin í 1993 hevur hildið aftur upplýsingum um tap í dótturfelagnum, Føroya Banka, áðrenn bankin varð yvirtikin av føroyingum - endar málið í rættinum, er Edmund Joensen endurgivin fyri at siga við danska blaðið. Hvør stýrir býráðnum Býráðsformaðurin skrivar, at hann sambært ráðgeving ábyrgdaði nevndarlimirnar í TKST. Tá spyr man seg sjálvan, >> Er ráðgevin tann sum stýrir býráðnum?<< spyr Eyðólv Dimon m.a. í aftursvari til Leiv Hansen Leivur Hansen ger í Sosialinum 8.jan. viðmerkingar til atfinningar mínar, um ósømiliga atburð hansara mótvegis TKST undir verkfallinum, ið felagið noyddist at lýsa, tá býráðið breyt nýggja sáttmálan, ið býráðsformaðurin hevði gjørt við løntakarafelagið. Í viðmerkingum sínum skrivar Leivur Hansen í fyrsta teigi : >>Trupulleikin var góðkennismyndugleikin Føroya Landsstýri, sum samb. Kommunulógini §47 skal góðkenna m.a. lønarviðurskifti.<< Átti at vita hvat stendur í kommunulógini Nei, Leivur, trupulleikin var, at tú gjørdi ein sáttmála uttan at tryggja tær, at góðkenningarmyndugleikin, var samdur við tær. Leivur fær tað at ljóða, sum um tað at Landsstýrið hevur góðkenningarmyndugleika í lønarviðurskiftum er nakað nýtt. Men tað er púra burtur við, og Kommunulógina áttu tú og tín ráðgeving at havt kunnað tykkum um, men sum skrivað, so hevði Leivur ikki sítt bakland í lagi, og tað er trupulleikin, og verkfallið hevði als einki við Føroya Landsstýri at gera. Ósømiligt Men tað, sum fekk meg at fara í bløðini, var ósømiligi atburðurin hjá einum fólkavaldum býráðsformanni, tá hann legði eftir nevndarlimunum og vildi persónliga ábyrgda teir fyri verkfallið. Býráðsformaðurin skrivar at >>...samb. ráðgeving, samtykti býráðið - um so var, at verkfallið ikki var niðurlagt - at gera persónliga ábyrgd galdandi yvirfyri nevndarlimunum...<< Skulkar seg undan ábyrgd Nei, nú skulkar tú teg undan uppskoti tínum at ábyrgda nevndarlimirnar. Ráðgevingin skal ráðgeva politikaranum og ikki taka avgerðir, men sambært tí tú skrivar, so fari eg at trúgva tí, sum oftari og oftari er at hoyra, at í Tórshavnar býráð er trupult at skilja ímillum um tað er politikkarin ella ráðgevin, ið bestemmar. Freisting ella manipulatión Í míni verð snýr málið seg um moral og ikki um ráðgeving. Uppskot títt var als ikki borðbart í einum fólkaræðisligum landi. Sjálvandi skulu vit øll handla undir ábyrgd, og tá eitt fakfelag lýsir verkfall fyri limir sínar, so hevur felagið ábyrgdina. Hetta virða øll demokratiskt hugsandi fólk uttan at leggja eftir persónunum, ið eru nevndarlimir í fakfeløgunum. Slíkt er als ikki borðbart í býráðnum, og enn minni áttu umboð fyri fólkaræðið, hvørki at lata seg freista ella at verða >>manipulerað<< at samtykkja tað og enn minni at leggja uppskotið fram. Kom við eini umbering Eg meini framvegis, at tú Leivur Hansen, býráðsformaður, skyldar nevnd og limunum í TKST eina umbering, og at ábyrgda tey røttu, og í tí sambandi kundi verði hugt eftir, hvussu nógv sakarmál býráðið hevur tapt seinnu árini. Tú segði, tá nýggja samgongan var skipað, at høvuðsmunurin á hesi samgonguni og teirri undanfarnu var, at hendan fór at lurta eftir borgarunum, men tað tykist mær, sum alt samskifti við borgaran gongur gjøgnum Føroya rætt. Zakarias Wang Trælalyndi Hósdagin tann 8. januar 1998 var eg á Káta Horninum. Har møtti eg einum góðum sambandsmanni, sum eg havi havt mangt áhugavert prátið við Hósdagin tann 8. januar 1998 var eg á Káta Horninum. Har møtti eg einum góðum sambandsmanni, sum eg havi havt mangt áhugavert prátið við. Men henda dag var hann sum hamskiftur, og sigur við meg, at onkur skuldi jarðlagt meg, tí at eg hevði fornermað danska forsætisráðharran. Eg segði, at hann var vælkomin sjálvur at gera tað hann hótti við, men eitt skuldi hann vita, og tað var, at eg sló ikki aftur. Varð eg sundursoraður av honum ella nøkrum øðrum av lakajunum hjá tí ólógliga harðræði, sum her er sett á stovn, so tók eg tað sum eitt av ofrunum, sum ikki slepst undan í frælsisstríði okkara. Er danska stýrið lógligt? Eg royndi at spyrja hann, hvat ið var skeivt í tí, sum eg hevði sagt um forsætisráðharran. Var tað kanska ikki rætt at danska stýrið í ríki okkara síðan 9. juni 1995 ikki hevur nakað lógligt støði at standa á, og at teir donsku politikararnir, sum halda fram við at stýra okkum ólógliga, tí eru at sammeta við politikarar, sum teir vanliga ikki brýggja seg um at verða samanbornir við? Nei, tað sum var galið, var tað at eg hevði sagt hetta. At eg hevði sagt, at teir vóru imperialistar, tí tað kundi gera tað, at teir gjørdust firtnir og ikki vildu geva okkum so nógvar pengar í komandi tíðum. Hvat fáa vit fyri at vera penir? Men hóast ringt var at koma til orðanna fyri ákærum hansara, royndi eg eftir førimuni at spyrja hann, hvat ið vit hava fingið burtur úr at vera húskallar hjá donsku politikarunum. Hvat hava vit fingið burtur úr teimum pengum, sum vit hava fingið fyri okkara undirbrotligheit? Í tjúgunum fóru vit á húsagang, í tríatiárunum fóru vit á húsagang, í fimmtiárunum fóru vit á húsagang, í áttatiárunum fóru vit á húsagang, og í nittiárunum hava vit mist 10.000 av okkara unga fólki. Familiurnar eru sundurskræddar, fólk eru rikin av landinum og sita í útlegd og gjalda niður lánini, tey høvdu í tí húsi, sum tey hava mist, samstundis sum tey skulu gjalda fyri innivist í tí landi, tey nú eru rikin til. Hetta er tað, sum vit hava fingið fyri at vera fitt ímóti teimum donsku forsætisráðharrunum. Duga vit ikki at húsast? Men so segði hann, at tað vóru vit sjálvi, sum ikki høvdu dugað at húsast við teimum pengunum, sum komnir vóru úr Danmark, og at tað tí vóru vit, sum høvdu allan feilin. Høvdu vit nýtt pengarnar betri, so hevði tað verið heilt øðrvísi. Tá noyddist eg at spyrja hann, hvørjir teir føroyingar vóru, sum ikki høvdu dugað at húsast. Tað máttu jú vera teir, sum hava havt valdið. Hvørjir hava teir verið? Sambandsflokkarnir mutraðan meiriluta Í tjúgunum hevði sambandsflokkurin reinan meiriluta, tí hann fekk sannført nóg nógv um, at tað var gott at fáa pengar úr Danmark. Inn á ting í 1928 kom ein nýggjur flokkur, sum fekk sær navnið javnaðarflokkurin og segði, at hann var enn betri enn sambandsflokkurin at mjólka statskúnni, og tað fekk hann eisini nakrar av teimum atkvøðunum uppá, sum annars høvdu farið til sambandsflokkin. Fram til 1936 høvdu hesir báðir flokkarnir meiriluta í felag. Í 1936 vóru tað nakrir menn, sum tóku valdið í sjálvstýrisflokkinum, og sum fóru at samstarva við javnaðarflokkin og sambandsflokkin um at fáa fyrimunir burtur úr tí danska studninginum. Hetta hevur eydnast teimum, og til hvørt einasta val, sum hevur verið síðani 1936, hava hesir flokkar megnað at mutra seg til so nógvar atkvøður, at eingin meiriluti hevur kunnað verið skipaður uttan um teir. Sambandsflokkarnir stýrt okkum út í kreppurnar! Tað vóru hesir flokkar, sum í 1946 við danskari uppílegging kollveltu loysingina, og sum síðani við hesum danska stuðli gjørdu eina stýrisskipan hjá okkum við einum landsstýri, sum gav løgmanni alt veruligt vald í stýrinum. Síðani hava hesir flokkar havt løgmannin í 44 av teimum 50 árunum, sum skipanin hevur verið. Harafturat er komið, at tað hevur eydnast hesum flokkum at fingið aðrar flokkar at hjálpt sær og dønum at stýrt okkum. Teir hava havt meiriluta, og so hava teir lokkað veikar sálir í øðrum flokkum, sum kanska hava hildið seg fingið onkran válgarabita, at hjálpt sær við at stýra okkum. Í øllum landsstýrum hava tó onkrir av hesum sambandsflokkunum verið uppi í og hava havt sum avgjørda treyt, at lívlinjan til danska respiratorin skuldi vera ótálmað. Tá ið tað nú gongur av skriðuni hjá okkum, so føra teir, sum hava stýrt okkum út í hesa vanlukku, tað fram, at tað eru øll onnur, sum hava feilin. Teir hava stýrt okkum í rot og nú siga teir, at tað er tann manning, sum teir forkoma, sum hevur alla ábyrgd, men at teir sjálvir eru so reinir sum lambið. Sambandslygnin Tað sum er galið við teimum, er at teir eru villleiddir til at halda, at tað, sum er til fyrimun fyri teir, eisini er gott fyri tjóð okkara. Teir sum hava villleitt teir, eru teir donsku politikararnir, sum hava fíggjað teirra niðurbrótandi politikk, og hava íbirt sambandslygnina. Sambandslygnin er nevnliga tann, at tað er gott fyri okkum at fáa pengar uttanífrá. Allir búskaparfrøðingar duga at greiða frá, at eitt land, sum fær ta byrðu á seg sum vit hava fingið oman yvir okkum við danska blokkinum, fer á húsagang. Hetta er heilt einfalt tí, at pengar uttanífrá gera at prísurin á egnari framleiðslu fer upp, so tað loysir seg betri fyri fólk at keypa vørur uttanlands enn at framleiða sjálvi, og tað má og kann ikki annað enn enda við at vit ikki klára okkum. Nyrup lýgur móti betri vitandi Núverandi danski forsætisráðharrin er búskaparfrøðingur, og tá ið hann sigur, at vit við danska studninginum fara at koma burtur úr kreppuni, so er tað ikki bert tað at hann lýgur, men hann lýgur móti betri vitandi. Hann veit at blokkurin er til ómetaligan skaða fyri búskap okkara, og hann veit eisini, at hesin studningur fer at reka enn fleiri av okkum úr fosturlandinum. Men hann skal jú reka ein politikk, sum er til gagn fyri danska ríkið, og hann heldur, at tað er til fyrimun fyri Danmark, at vit fara á ørmundahúsið. Hann hevur brúk fyri landi okkara, og tað er til fyrimun fyri hann, at tað er oyðið og tómt. Trælalyndið úr skýmaskotunum Tann sum gevur seg upp til onnur gerst trælur hjá teimum. Tá ið eg segði danska forsætisráðharranum sannleikan um hvat ið hann var, og hvørjar ið hann setti seg sjálvan og allar aðrar danskar floksleiðarar í bólk við, var tað fyri at tey sum høvdu trælalyndi skuldu sleppa at avdúka seg sjálvi, og henda dag í Havnar gøtum kom so tann fyrsti fram úr skýmaskotinum. Zakarias Wang Meiningskanningin Útvarpið hevði stór tíðindi at bera nú verkfalsdagin. Sagt varð, at ein kanning vísti, at tveir triðingar av føroyingum halda, at vit skulu varðveita ríkisfelagsskapin, og bert ein fjórðingur er fyri loysing. Tá so er, so er tað ringt at skilja, hví danski forsætisráðharrin ikki beinan vegin tekur undir við áheitanini hjá Fólkaítakinum fyri tjóðfundi og letur okkum sleppa at útinna okkara tjóðskaparliga sjálvsavgerðarrætt við at velja ein tjóðfund, sum so við stórum meiriluta fer at samtykkja, at vit skulu gerast ein partur av Danmark og EU. Hví sigur hann so ikki bara ja? Kanska hevur hann hoyrt um, at á vári í 1946 vissaðu ávísir føroyskir politikarar donsku stjórnini um, at teir kundu fáa eina og hvørja heimastýrisskipan samtykta, bert loysingin var hin valkosturin? Zakarias Wang Zakarias Wang Hvat er ein tjóðfundur? Nú eru tey mong, sum spyrja, hvat ið ein tjóðfundur er. Hertil er at siga, at ein tjóðfundur er eitt serligt ting, sum verður valt av teimum, sum búgva í einum ríki, so at tey kunnu nýta tann sjálvsavgerðarrætt, sum allar tjóðir hava sambært altjóða sáttmálum. Tað hetta tingið ger, er at viðgera, hvussu ríkið skal stýrast. Reglurnar fyri stýrið verða settar í eina stýrisskipanarlóg (grundlóg) sum t.d. ásetur, um tað skal vera ein kongur ella ein forseti, sum skal standa á odda í ríkinum. Síðani verða reglur settar fyri hvussu vanliga lóggávutingið skal verða valt, hvussu stjórnin skal setast og hvat vald ið hon skal hava mótvegis tinginum. Harumframt stendur eisini vanliga í eini stýrisskipanarlóg hvørji rættindi ið borgararnir hava. Viðhvørt verður tann stýrisskipanin, sum tjóðfundurin hevur samtykt, løgd út til eina fólkaatkvøðu, og er tað har meirluti fyri henni, verður hon sett í gildi, ríkisleiðari valdur , lóggávuting vald og stjórn skipað. Okkara tjóðfundur kemur eisini at taka støðu til, hvørt vit skulu halda fram í tí sambandsríki, vit hava við Danmark. Vilja vit tað, so má ein nýggjur samveldissáttmáli gerast, tí tann gamli frá 1450 er heldur ótíðarhóskandi. Ber ikki til at fáa semju um ein samveldissáttmála, so kunnu vit annaðhvørt gerast ein samrunnin (integreraður) partur av danska ríkinum ella skipa okkara egna ríki, sum samstarvar við onnur ríki á tann hátt, sum er til fyrimun fyri tjóð okkara. Jóanes N. Dalsgaard Loysing - og hvat so? Í sambandi við Føroyavitjanina hjá danska forsætisráðharranum fyrr í vikuni var kikarin hjá donsku fjølmiðlunum vendur ímóti Føroyum í ein mun, sum sjáldan er sæddur Serliga tíðindasendingarnar hjá Danmarks Radio og TV2 vóru merktar av Føroyatíðindum. Stórur dentur var lagdur á føroysku mótstøðuna ímóti vitjanini, og javnan róðu tíðindafólkini framundir at ríkisfelagsskapurin var í vanda. Hetta varð tó avsannað í tíðindunum hjá TV2 eftir at Nyrup var niðuraftur komin: Ein Gallup kanning hevði víst, at 75% av føroyska fólkinum er fyri at varðveita ríkisfelagsskapin. Snævurskygdir politikarar Tað hevur verið hugstoytt at frætta tíðindi úr Føroyum hesar seinastu dagarnar. Ein orsøkin er tær nógvu faktuellu villurnar í tíðindunum, so sum at løgmaður konsekvent verður nevndur >>færøsk statsminister<< og at formaður javnaðarflokksins verður nevndur >>Jannes Eidesgaard<<. Men hetta eru smáting, sum vanligi danski útvarpslurtarin ella sjónvarpshyggjarin ikki verður ørkymlaður av. Verri er tá føroyskir politikarar sleppa framat. Spurdir um viðurskiftini ímillum Danmarkar og Føroya snara teir inn á føroyskan innlendis politik, og geva soleiðis eina fatan av at vera politiskir nalvaskoðara og heimføðingar. Edmund Joensen og demokratii Edmund Joensen harmast framan fyri donskum sjónvarpshyggjarum, at føroyskir løgtingslimir ikki duga at bera seg at. Eg havi fyrr í vikuni gjørt eina viðmerking til henda margháttliga atburð, men lat meg taka afturíaftur - kanska eitt sindur sakligari hesaferð. Grundsjónarmiðið í demokratinum er, at fólkið ræður. Hetta er trupult um >>fólkið<< er stórt í tali. Fyri at loysa henda trupulleikan er umboðsmannastýri innsett. Fólkið velur nú einstaklingar at umboða seg og vilja sín. Fólkið gevur soleiðis valdu umboðunum eitt mandat, t.e. rætt til sína vegna at taka avgerðir. Tað samlaða mandatið endar soleiðis í lóggávutinginum, sum í Føroyum er Løgtingið. Sætt úr einum demokratiskum sjónarhorni er Løgtingi soleiðis ovasta fólksins umboð í Føroyum. Lóggávutingið velur eina stjórn, sum í Føroyum kallast Landsstýri. Stjórnin tekur sær av dagliga rakstrinum av samfelagnum, men er í einum og øllum undirgivið lóggávutinginum. Landsstýrið er undirgivið Løgtinginum, eins og Løgtingið í seinasta enda er undirgivið Føroya fólki. Tí er tað óhoyrt at løgmaður hartar Løgtingið ella limir tess. Edmund Joensen tykist taka eftir forsetum ymsastaðni í heiminum, men hann gloymir at teir eru valdir av fólkinum. Og eg havi enn ikki hoyrt tann fólkavalda forsetan, sum í einum demokratiskum samfelag hevur hartað fólk sítt. At løgmaður, sum ovasti umsitingarligi leiðari í Føroyum trínur fram í donskum sjónvarpi, og sigur seg vera misnøgdan við ovasta umboð fólksins - Løgtingið - kann í mínum høvdi bara hava eina avleiðing: At Edmund Joensen leggur frá sær. Ger hann tað ikki sjálvur, átti Løgtingið at koyrt hann frá. Men hvørki hendir, og virðingin fyri føroyskum politikki fánar. Einki samhaldsfesti Eitt annað dømi um vánaligt svar, var tá Finnbogi Ísakson, í donskum sjónvarpi, sat og illgitti um, hvat lá aftanfyri uppskot javnaðarflokksins um sjálvstýrislóg. Danir eru >>bedøvandi líkaglaðir<< við føroyskan partapolitik (og hví skuldu teir annað?). Tílík álop kunnu ikki skiljast sum annað, enn dømi um væntandi føroyskt samhaldsfestið. Um Løgtingið og limir tess ikki hava so frægt at standa saman um, at partapolitisk kegl kann goymast til gestirnir eru farnir, hvussu í víðu verð ætla Finnbogi Ísakson og Tjóðveldisflokkurin so at heimssamfelagið skal fáast at viðurkenna Føroyar, sum sjálvstøðugan stat? Loysing - og hvat so? Hetta leiðir fram til triðju kæru mína í hesum umfari. Danskir fjølmiðlar hava gjørt nógv burturúr at lysa tað teir kalla >>løsrivelsesbevægelsen<< í Føroyum. Í eini ískoytissending til vanligu TV-avísina í DR-TV sluppu tríggir kirkjubømenn fram at mikrofon og myndatóli. Hesir vóru feðgarnir á Kirkjubøgarði, Páll og Jóannes Patursson, og so Tróndur Patursson. Teir tosaðu allir um loysing og frælsi og kúgan, men so heldur ikki so nógv annað. Einki ítøkiligt var sagt um hvussu Føroyar skuldu ella kundu skipast í eini sjálvstýrisframtíð. Einans hetta, at Føroyar vóru undir fremmandum ræði. Ikki eitt orð um, at fólkaviljin í Føroyum ikki er til at loysa. Bara hetta jabbi um at danir vóru harrafólkið, sum ikki vildi geva føroyingum frælsið sítt. Nú skal eg ikki dylja fyri, at eg eri fyri at Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt og sjálvstyrandi samfelag. Eg eri fyri, at føroyingar bera so í bandi, at ríkisstuðulin verður burturbeindur. Men eg eri eisini fyri einara demokratiskari skipan í einum frælsum Føroyum. Eg eri fyri at vit skulu hava politivald og dómsvald. Eg eri eisini fyri, at børn míni kunnu fáa skúlagongd og læknahjálp. Eg eri eisini fyri, at tað lítla av tilfeingi, sum er í Føroyum, kemur øllum borgarum í landinum til góða. Her eru nógv mál, sum eg ivist í at øll loysingarhuga eru samd um. Og taka vit so við, at tað eftir øllum at døma einans er 1/4 av fólkinum, sum vil loysing, hvussu kann ein so skuldseta onnur enn Føroya fólk fyri at landið framvegis er partur av danska ríkinum? Hví ikki, ístaðin fyri at nyta nógva orku í eini roynd at geva dønum ringa samvitsku (sum teir kortini ikki fáa), royna at nyta kreftirnar heima í Føroyum? Hví royna Páll, Jóannes, Tróndur, Zacharias og onnur ikki ístaðin at fáa aðrar føroyingar at trúgva uppá, at loysingin ber til? Eg ræðist loysingina, um virðingin fyri vanligum demokratiskum háttalagi er so lítil, sum hon tykist at vera í sonevndu loysingarrørsluni. Hvat var av samfelagsrevsarunum? Endiliga fari eg at loyva mær at undrast eitt sindur. Tey árini eg havi verið í útisetu, havi eg kent nógvar lesandi landsmenn, sum gjørdu stór krøv galdandi mótvegis føroyskum myndugleikum. Eitt av stóru málunum hevur verið at skava so nógvar almennar pengar inn undir seg, sum gjørligt. Grundgevingin fyri at biðja pengar hevur verið, at um ikki lesandi útisetar vóru mutraðir við føroyskum pengum, tímdu teir ikki at koma aftur til Føroya eftir loknan lesnað, og soleiðis fór landið at missa almikið. Somu útisetar hava ikki helmað í at geva føroyskum politikkarum av grovfílini, fyri væntandi dugnaskap. Eg hevði tí væntað, at nevndu útisetar, tá teir komu aftur til landa, fóru at bjóða seg fram, at gera tingini øðrvísi. Men skamfái, at endað hesi fólkini í almennum størvum, har tey grava seg niður og halda fram við at liva av tí, sum vanligi arbeiðs- og fiskimaðurin dregur til landið. Krøv til teirra sum kravdu! Samanumtikið má sigast, at eftir øllum at døma er langt eftir áðrenn føroyingar eru politiskt búnir til eitt sjálvsstýrið, sum kann metast við tey rundan um okkum. Men um vit halda, at eitt albanskt ella eitt russiskt demokrati er nóg gott mál at seta sær, so er ikki at bíða, men at kappa beinavegin. Eg haldi tó at rættast var, um allir løg-, búskapar- og samfelagsfrøðingarnir, sum føroyskir skattgjaldarar hava givið bróst í lestrartíðini, kvittaðu fyri við loksins at seta sær sjálvum krøv. Hetta kundu teir gjørt við at nyta lærdóm og hegni sítt í seriøsum politiskum arbeiði, ikki sær sjálvum, men samfelagnum at frama. Hvør veit um ikki frælsið og loysingin tá komu heilt av sær sjálvum? Keypmannahavn 09.01.1998 Zakarias Wang farin út um alt sømiligt mark við at samanbera Nyrup við Hitler Eg má viðganga, at eg fekk onki minni enn ein skelk, tá ið eg í útvarpinum dagin eftir trettanda hoyrdi brot úr røðu, sum Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur og studentaskúlalærari, hevði hildið á Vaglinum, har hann samanbar Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, við stórsta bølmenni í hesi øldini, Adolf Hitler. Seinri havi eg lisið hesa somu røðu í bløðunum, og undranin og bilsnið er hitt sama! Uttan at blanda meg upp í tjakið, sum Fólkaítakið fyri tjóðfundi førir fram millum manna, so vil eg útfrá reint menniskjansligum tankum og metingum loyva mær at koma við eini áheitan á Zakarias Wang, um at taka orðini aftur, sum hann nýtti í hesi røðu á Vaglinum trettanda eftir jóla, tí heilt einfalt, um grundgevingarnar fyri at halda tjóðfund ikki kunnu vinna frama uttan sovorðnar høpisleysar samanberingar, sum tú gjørdi henda dagin millum N yrup og Hitler, so er so lítið veiggj í Fólkaítakinum og grundgevingum tess, at tað var betri, at tað ongantíð hevði sæð dagsins ljós - og harvið sloppið okkum føroyingum undan hesi vanærisligu skommini, sum liggja í hesi samanberingini - sum tíverri eisini koma at skaða umdømi Føroya uttanlands, av tí at so nógv fremmand tíðindafólk vóru í Føroyum um hetta mundið. Eg skilji teg ómetaliga væl, Zakarias, at tú ert vorðin ørkymlaður av at venda tær, vegna Fólkaítakið, bæði til Margretu drotning, Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra og enntá til sjálvan ST-aðalskrivaran í New York, og ongin gevur tær nakað nøktandi svar viðvíkjandi Bergensáttmálanum - heldur ikki fært tú nakran løgfrøðing í altjóðarætti at royna hesa sak hjá dómsvaldinum - tað er sjálvsagt >>frustrerandi<<, men tað gevur tær ikki loyvi til í allari neyðini at loypa so framav, sum tú gjørdi henda dagin á Vaglinum! Stórsti sigur, maður kann vinna, er á sjálvum sær, verður mangan tikið til. Eg vil heita á teg, Zakarias Wang, um at taka hasi syndarligu orðini >>at Nyrup er verri enn Hitler<< í teg aftur - tær sjálvum og harvið øllum Føroya fólki til stóran heiður og sóma. Tú hevur skyldur at røkja fyri uppvaksandi ættarliðinum sum studentaskúlalærari í stjórnmálafrøði, í staðin fyri at fjala teg aftanfyri veruleikafjaran heilaspuna úr miðøld, sum sambært øllum sólarmerkjum at døma, ongin tekur fyri fult - eg havi bíðað eftir eini umbering frá tíni síðu nú í eina viku, men av tí at ongin almenn fráboðan er komin frá Fólkaítakinum ella tær persónliga, so loyvi eg mær at koma við hesi áheitan, um at biðja teg koma við eini almennari umbering vegna hesa sera óhepnu samanbering, sum gjørd varð á trettandi - eg vil hervið siga alment frá, at eg teljist als ikki millum teir føroyingar, sum taka undir við tílíkum orðavali, sum ber brá av rasismu, danahatri (og undirlutakenslu!) - og sum fær alla pressu í Norðurlondum at stand púra spyrjandi um, hvat er á vási í Føroyum? Og um hetta skal verða støðið í almenna tjakinum, og harvið lívsmøguleikunum, í >>ríkinum<< hjá Zakariasi Wang o.ø., so hava vit føroyingar lítið gott í væntu, um tann dagur skuldu upprunnið, at Zakarias og hansara líkar fáa makt, sum teir hava akt! Og hvussu verður við tí, sum eitur ærumeiðing, ella bara vanligur fólkaskikkur, í >>ríki<< Zakariasas, um hetta ófatuliga dømi skal verða góðtikna framtíðarlinjan? Zakarias Wang og Fólkaítak hansara kunnu væl ikki meina, at vit kunnu seta líkheitstekin millum Poul Nyrup Rasmussen og Adolf Hitler - eg spyrji??? Tórshavn 12. jan. 1998 Johan Samuelsen Disput Norðurlendskir granskarar kollrenna hvønn annan við ræðumyndum um heimastýrislógina Ein løgin framferð BEINT eftir nýggjár frættist, at Jákup Mørkøre var farin frá sum stjóri á Føroya Fiskavirking. Tíðindini komu í Útvarpinum, men fráfarandi stjórin hevði onga viðmerking, og Útvarpinum var ikki eydnast at fáa fatur á nevndarformanninum, Sverra Hansen. Meiri frættist ikki í fleiri dagar. FISKAVIRKING er ikki eitt tilvildarligt arbeiðspláss, men okkara størsta virki við 600 fólkum. Arbeiðsplássið er harafturat almenn ogn, sum nøkrum er litið upp í hendi at fyrisita. Tí átti nevndin at følt, at hon hevði eina ávísa, kanska størri, skyldu mótvegis starvsfólkum og føroyska almenninginum. T.D. átti nevndin at havt boðað starvsfólkum og politisku myndugleikunum frá, og kanska sent út eitt tíðindaskriv, enn at lata slíkt koma út sum tíðindi, av tí eitt tíðindafólk hevur fingið frænir av onkrum. Annars er alt gott um tað at siga, at tíðindafólk liggja framvið. IKKI fyrr enn fleiri dagar seinni frættist, at Jákup Mørkøre er sagdur úr starvi, og skuldi longu verið givin 1. desember, men helt fram, tí eingin nýggjur stjóri var settur. Og sum skilst, helt hann, at hann skuldi bara halda á eftir ársskiftið, tí tað var ikki eydnast leiðsluni at finna ein eftirmann. Men nei, gamlaársdag fekk hann boð at gevast. HETTA merkir, at tá stjórin í Fiskavirking í útvarpssamrøðu um nýggjársleitið greiddi frá støðuni hjá Fiskavirking, var hann í grundini slettis ikki stjóri í fyritøkuni. Hann hevði fyri so vítt onga ábyrgd meira. Men í Føroyum ber alt til! - HVÍ varð stjórin uppsagdur? Vánaligt ársúrslit, samstarvstrupulleikar ella hvat? - Skyldar nevndin ikki almenninginum eina frágreiðing, so vit sleppa undan fleiri gitingum? Harafturat kundi verið spurt, um nevndin ikki átti at havt fingið ein annan stjóra, áðrenn gamli stjórin gavst? HIGARTIL hevur skeiðið hjá Framtaksgrunninum - eins og hjá Fiskavirking og Fiskasøluni - verið merkt av trupulleikum, sum kanska ikki er so løgið, tá eitt samfelag skal fáast á føtur aftur, eftir ein slíkan húsagang. Men framferðarhátturin hjá leiðsluni í Framtaksgrunninum hevur avgjørt ikki bøtt støðuna. HEVÐI leiðslan havt betri tev fyri samskifti, sett seg í samband við politikarar, áðrenn støðan læsist fast, t.d. fyrraárið, og onkuntíð havt tíð at svara fjølmiðlum, hevði støðan og umdømið hjá Framtaksgrunni og Fiskavirking kanska verið betri. Sum er, hevur samtakið lítla virðing millum manna og tað er spell, tí uttan >>forstáilsi<< verður torført at byggja nakað upp. Og ætlanin við Framtaksgrunninum var annars góð. Tiltøk Konfirmatiónir í Havnar kirkju Konfirmatiónirnar í Havnar kirkju verða 29. mars og 5. apríl. Konfirmantarnir hittast í Eysturskúlanum mánadagin 19. januar kl. 15.00. Markið millum eystaru og vestaru kirkjusókn er Tróndargøta, Varðagøta og Villingardalsvegur. Samkoman Immanuel Mikukvøldið kl. 20.30: Møti. Rhema á Hálsi Mikukvøldið kl. 20: Møti. Osbjørn Joensen luttekur. Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Vagn í Geil talar. Biðið verður fyri sjúkum. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin, Tórshavn Í dag kl. 17: Club 7 up. Mikudagin kl. 15: Bøn. Hóskvøldið kl. 20: Heimaforbundið. Missiónshúsið, Vestmanna Missiónsvikan byrjar í kvøld kl. 20 við Una Næs, presti. Ung úr Eysturoynni syngja. Mikukvøldið kl. 20 við Regin Høgnesen, trúboðara. Sørvingar syngja. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundur verður í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir byrja aftur týsdagin 13. jan. kl. 17.30 og eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjar skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjar aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld. Hósdagin 15. jan.: Fundur um bankakanningina. Bankakanningin verður almannakunngjørd. Brot av føroysku sjónvarpsfilmunum um bankakanningina verða m.a. vístir. Leygardagin 17. januar: Hvidovrefelagið hevur jólaveitslu við røstum kjøti á Rosenhøj 9. Týsdagin 20. januar: Týsdagsdøgurðin: turrur fiskur, spik, eplir og bótasúpan. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757.. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29 Áki Bertholdsen Arbeiða framvegis við ætlanum í Vági Fiskavirking arbeiðir við fleiri ætlanum fyri, hvussu arbeiði aftur kann fáast á flakavirkið í Vági. Fiskavirking arbeiðir framvegis við ætlanum fyri, hvussu arbeiði kann fáast aftur á flakavirkið í Vági. Heilt frá fyrsta degi hjá Fiskavirking, hevur flakavirkið í Vági verið eitt hitt mest umrødda. Men higartil hevur onki bent á, at tað verður latið uppaftur. Tó er tað hvørki gloymt, ella farið í mølposan, eftir hvat Sverri Hansen sigur Hann sigur, at arbeitt verður við fleiri ymsum møguleikum, báði við teimum vanligu fiskasløgunum og við øðrum fiskasløgum eisini. Men hann sigur, at tað er ilt at siga, hvat spyrst burturúr. Tvs, at hann veit ikki um nakað yvirhøvur fer at spyrjast burturúr. Men hann vísur m.a. á, at nógv hava ilt, av at Fiskavirking hevur so stóran marknaðarpart, sum tað hevur. - Men tað fer jú nógvur fiskur av landinum. Og jú meiri fiskur verður virkaður í Føroyum, størri eru møguleikarnir at hava fleiri virki opin, sigur Sverri Hansen. Hann vil tó ikki siga, at hann mælir politikarum til at seta bann fyri at landa uttanlands. - Endamálið má fyrst og fremst vera at gera føroyska fiskivinnu kappingarføra, so hon fær kappast um fiskin á jøvnum føti við onnur. Gongur strilti Eftir hvat eisini skilst á honum, gongur meiri strilti hjá teimum, sum hava ætlað sær at keypa virki burturúr Føroya Fiskavirking. Nógv liggja framvið at keypa virkið. - Eitt er at liggja framvið, men tað skulu eisini pengar til. - Um virki verða seld burturúr Fiskavirking, veldst nógv um, antin tey, sum ætla sær at keypa, megnað at reisa teir neyðugu pengarnar. Og tað hevur so ikki eydnast teimum enn. Sverri Hansen sigur, at enn standa tó við orðini um, at ætlanin er at selja virkið burturúr Fiskavirking. Men eg haldi ikki, at tað hevur skortað uppá vilja frá okkum, leggur hann afturat. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag og í mikudagin: Strúkur í vindi til skrið av útstnningi, 13-18 m/s, minkandi til andøvsgul ella stívt andøvsgul, 5-10 m/s, av vestri. Ælaveður, men sólin sær kortini av og á. Hitin millum 6 og 8 stig. Veðrið hósdagin, fríggjadagin og leygardagin: Andøvsgul til stívs andøvsgul av ymsum ættum, 5-10 m/s, og bara okkurt ælið. Seinni veksur hann vindin til strúk í vindi og hvassan vind av norði og landnyrðingi, 13-18 m/s, okkurt ælið, og sum frá líður heglingur ella vátakavi. Tað verður kaldari. Leygardagin minni vindur og turt. Í gjár: Eitt lágtrýst í ein útnyrðing úr Føroyum viknar og hevur lýðku við sær. Í dag: Hósdagin fer eitt nýtt lágtrýst norðureftir, eystan fyri Føroyar, og kaldari luft rekur norðaneftir. Tíðindaskriv Í dag týsdagin 13. januar kl. 20.00 í skúlahøllini í Trongisvági fara Jógvan Hugo Hansen, sivilverkfrøðingur hjá Statoil í Noregi, og Unn á Lað, lesandi við Høgskolen í Stavanger, at kunna um arbeiðsmøguleikar og lestrarmøguleikar við atliti at oljuvinnuni í Noregi. Kunningin er ætlað teimum, sum hava áhuga fyri arbeiði ella fáa sær útbúgving við atliti at oljuvinnuni. Við longu nú at ogna sær førleika innan hesa vinnina, verða møguleikarnir fyri at fáa arbeiði økt munandi, tá ið henda vinnan kemur til Føroya. Oljuvinnan er í dag vorðin tøkniliga framkomin, og tí krevur hon eisini ein annan førleika av arbeiðsmegini enn fyri 15 árum síðini. Tann tíðin er farin, tá ið vinnan tók fólk inn, sum ikki frammanundan høvdu eina ávísa útbúgving. Jógvan Hugo Hansen fer millum annað at vísa á ítøkiligar arbeiðsmøguleikar í Noregi í dag innan oljuvinnuna. Fríggjadagur 16. januar 1998 Vitan er vald Tað hevur alstóran týdning at vit fáa útbúgvið fólkið til oljuvinnuna og at hesi fólk nema sær royndir í oljuvinnuni aðrastaðni. Hetta er sera góð barrlast at hava fara vit undir eina oljuvinnu í Føroyum sigur Jógvan Hugo Hansen, sum heldur tað er tørvur á vitan í Føroyum á hesum økinum. Í hesum døgum fáa næmingar við miðnámasskúlarnar og framhaldsskúlarnar í Føroyum høvi til at kunna seg við oljuspurningar. Tað eru tey bæði, Jógvan Hugo Hansen og Unn á Lað, sum arbeiða og lesa í Noregi, ið greiða frá. Saman við teimum er eisini Claus Reistrup, sum tekur sær av undirvísingarmálum, ið hava vit oljuvinnu at gera. Tey kunna serstakliga um arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikar í norsku oljuvinnuni. Jógvan Hugo Hansen, sum hevur fingið sær útbúgving sum oljuverkfrøðingur, starvast í dag hjá Statoil. Unn á Lað gongur á Høgskolan í Stavanger, har hon lesur petroleumsverkfrøði. Tað er við hesi vitan og bakgrund, at tey bæði nú reika runt landið og siga føroyskum næmingum frá umrøddu spurningum. Tað er oljusamtakið AMG, ið Statoil er partur av, sum stendur fyri hesum tiltakinum - saman við føroyskum myndugleikum. Vitan er vald -Vitan er vald, og skulu vit í gongd við eina nýggja vinnu sum oljuvinnu, so er tað av alstórum týdningi, at vit hava útbúgvið fólk at taka sær av hesi vinnu. Tess betri fyrireikað og tess betri útgjørd við vitan og útbúgvingum vit eru á hesum øki, tess størri eru møguleikarnar hjá okkum at fáa nakað skilagott burtur úr. Sigur Jógvan Hugo Hansen, sum heldur tað avgjørt er tørvur á vitan á hesum økinum, eftir at hava vitjað á fleiri skúlum kring landið og kunnað um oljumál. Tað er so ikki nokk bara at bíða eftir, at aðrir skulu koma við hesi vitan. Vit mugu sjálvi taka stig á leiðini. Og her vísir hann m.a. til møguleikarnar hjá føroyingum at fara til eitt nú Noregs at útbúgva seg og at arbeiða. -Tá so oljuvinnan tekur seg upp her á landi eru vit før fyri at taka ímóti hesi stóru avbjóðing, tí vit hava nomið okkum ta neyðugu vitanina heldur hann fyri. Jógvan Hugo Hansen dylur ikki fyri, at hann sum verkfrøðingur hjá Statoil, dámar væl, at Statoil er hugað fyri at fáa føroyingar at útbúgva seg í oljuvinnuni og at útbúgvingarstovnar í Føroyum og í Noregi kunnu fáa samstarv í lag á hesum øki. Nettup AMG-bólkurin hevur havt sum eitt av aðalmálum sínum, nú hetta oljusamtakið er hugað fyri at verða við í leiting við Føroyar, at byggja upp samstarv millum lærustovnar her og í Noregi. Oljufeløg sum heild meta tað nevniliga at hava sera stóran týdning, at eitt komandi oljuland sjálvt hevur útbúgvið fólk til at taka sær av hesi nýggju vinnu. Hetta er so bæði ein íløga fyri landið og fyri oljufeløgini. Jógvan Hugo Hansen sigur, at møguleikar hjá før- oyingum at útbúgva seg, at fáa lærupláss og at arbeiða eru stórir í norsku oljuvinnuni. Henda vinnan tørvar fólk umframt at tørvur er á fólki sum heild á norska arbeiðsmarknaðinum. Jógvan Hugo hevur verið og vitjað fleiri av kontraktorfeløgunum, sum fegin síggja, at føroyingar fáa arbeiði hjá teimum ella útbúgva seg til at kunna arbeiða har. Hann sigur annars, at um so er, at eingin olja er í Føroyum, so er alt hetta ikki til fántýtis kortini. Tá hava vit fingið eina vitan, sum kann brúkast aðrastaðni og eisini í øðrum vinnum. Føroyingar kunnu tá fara út og arbeiða. Jógvan Hugo Hansen sigur víðari, at tað er tørvur á onkrum stovni ol. í Føroyum, sum kann kunna um møguleikarnar fyri bæði arbeiði og lestri í útlandinum og somuleiðis at kunna kunna útlandið um møguleikarnar at fáa samband við fólk her. Tørvurin í Noregi á útbúnum fólki í oljuvinnuni er heilt stórur. Tvey tey komandi árini er brúk fyri meira enn 1000 verkfrøðingum innan olju- og gassvinnu. Hvat vilja vit! Hvat heldur Jógvan Hugo so um gongdina í Føroyum á oljuøkinum. Eru vit tilreiðar at taka ímóti hesi avbjóðing! -Tað veldst um, hvat tú vilt sum samfelag. Tað verður ein politisk avgerð. Vilja vit bara hava umsitingina og lata onnur feløg gera arbeiðið, so eru vit á góðari leið, men vilja vit vera við at stýra meira og hava meiri innlit í hesa vinnu, so eru vit ikki tilreiðar til tess enn. Jógvan Hugo heldur annars ikki, at tað er rætt av okkum at leypa út í oljuvinnuna við báðum beinum. -Vit mugu halda fram við fiskivinnuni, tí hon er nakað varandi. Olja er nakað, sum kemur og fer. Hann ávarar harðliga ímóti ikki at gloyma fiskivinnuna og bara satsa uppá oljuvinnuna. Vit vita, hvat vit hava og ikki hvat vit fáa. Men tú skal heldur ikki vera blindur fyri teimum nógvu møguleikum, sum liggja í eini oljuvinnu. Kunnu læra nógv av norðmonnum Jógvan Hugo heldur vit kunnu læra nógv av norsku royndunum, tí tá oljuvinna tók seg upp har, kom øll arbeiðsmegin uttanífrá og norðmenn høvdu ikki fyrireikað seg so væl til hesa nýggju vinnu eitt nú á vitanarøkinum. Tað kom so seinni. -Tað er sera umráðandi, at vit fáa kanaliserað so nógva vitan sum gjørligt inn í umsitingina og eisini við tey feløgini, sum fara at arbeiða her. Fáa vit lokalfólk inn í leiðsluna á teimum feløgum, sum fara at arbeiða her, so er tað sera gott. Hetta er gott fyri feløgini og fyri okkum. Arbeiðsumhvørvið hevur nevniliga nógv meira at siga, enn ein kanska gevur sær fær um. Jógvan Hugo heldur tað er rætt at fáa við í oljulógina, at alt skal yvir føroyska keikant. Hann heldur tað eisini er týdningarmikið, at vit gera okkum greitt, hvat vit vilja krevja av oljufeløgunum í eini útbjóðing. Her er tað umráðandi, at vit fáa feløgini til at forpliktað seg á ein og annan hátt. T.d. at vit fáa útbúgvið fólk kostar ikki nógv fyri feløgini men kann hava stórt virði fyri Føroyar. Unn á Lað, sum lesur oljuverkfrøði í Stavanger vil avgjørt mæla føroyingum til at fara til Noregs at lesa innan oljuvinnu. Hon heldur áhugin er til steðar, men kanska hveppa fleiri seg við, tá tey hoyra, at fysikkin er umfevnandi. Hon er annars fegin um umstøðurnar í Stavanger. Claus Reistrup frá útbúgvingarmyndugleikunum sigur, at tað er umráðandi eisini at hava aðrar vinnur enn fiskivinnuna at dúva uppá. Tí sær hann tað sum eina rætta leið nú at útbúgva føroyingar til hesa nýggju vinnuna. Verkfallið hjá studentaskúla- og HF lærarum Á aðru viku liggja studentaskúlarnir og HF-skeiðini kring landið í undirvísingarloysi, tí at Yrkisfelag Studentaskúla- og HF lærara, YF, ikki við einum pennastroki vil strika avtalu gjørda við Landsstýrið undir samráðingum. Avtalan sigur, at í mesta lagi 24 næmingar skulu vera í hvørjum flokki. Tað er ikki uttan orsøk, at YF ger slíka avtalu við Landsstýrið. Vit vilja tryggja okkum, at vit kunnu geva næmingunum dygdargóða undirvísing. Sostatt snýr umrødda kreppa seg um 1) avtalubrot og 2) verri pedagogiskar umstøður. Studentaskúlarnir og HF skeiðini eru lestrarfyrireikandi, m.a. til hægri lestur. Tað er av sera stórum týdningi, at okkara ungdómur í hesum arbeiðsloysistíðum fær gott í beinið á skúlaøkinum, so tey hóast ringu tíðirnar kunnu vera við í hørðu kappingini um at nema sær útbúgving úti í heimi. Føroyska samfelagið hevur so lítið at bjóða teimum sum nú er og útbúgving av ungdóminum er góð íløga fyri land og framtíð okkara. Oman fyri nevnda punkt 1) hevur verið nógv lýst seinastu dagarnar í fjølmiðlunum, meðan punkt 2), tann pedagogiski parturin, ikki hevur fingið tað innivist, hann hevur uppiborið. Áðrenn vit koma nærri inn á tað pedagogiska, vilja vit gera vart við, at hølisviðurskiftini á føroysku studentaskúlunum als ikki eru til 28 næmingar í hvørjum flokki. Í veruleikanum átti tí einki verið at kjakast um hesum viðvíkjandi. Hevur landsstýrismaðurin eisini longu gloymt, hvat arbeiðseftirlitið sigur um inniluftina á Kambsdali? Hvønn týdning hevur pedagogiski parturin av umstrídda máli? Pedagogiski parturin av hesum máli eigur ikki at verða undirmettur. Grundin til at vit halda so fast við hámarkið 24, eitt tal, ið framman undan er í ovara lagi fyri gagnlig arbeiðsviðurskifti á flokkunum, er, at vit hugsa fyrst og fremst um, hvat ið er pedagogiskt ráðiligt. At fara upp á 28 er ørskapur. Hví? Tí at undirvísingin á HF og studentaskúlum er ikki fyrilestrarkend, men snýr seg um at aktivera næmingarnar. Pláss skal vera bæði fyri heildini og einstaklinginum. Sum er kann vera nóg ringt at náa øllum, fer talið upp um 24, verða fleiri, ið detta burtur ímillum. Næmingafjøldin og næmingatypurnar eru nógv broyttar seinastu árini. Í dag fer umleið helmingurin av einum árgangi á studentaskúla. Hetta førir við sær, at spjaðingin í førleika og motivatión er munandi polariserað. Pedagogisku krøvini til lærararnar eru tí nógv økt. Fyrr var fakligi kunnleiki lærarans í sjálvum sær nóg gott grundarlag undir hollari frálæru, tí undirvísingin var meiri fyrilestrarkend og flokkarnir meira homogenir. Nú er veruleikin ein annar. Umframt fakliga kunnleikan er pedagogiska avbjóðingin til læraran størri enn nakrantíð. Hetta kemst av, at studentaskúlanæmingar í dag eru minni traditiónsbundnir og autoritetstrúgvir enn fyrr og fortreytirnar eru sera ymiskar. Hetta er veruleikin, vit mugu taka støði í. Hví skulu vit ikki gera sum danir? Landsstýrismaðurin í skúlamálum førir fram, at í Danmark kunnu 28 næmingar vera í hvørjum skúlaflokki, og so heldur hann, at vit eisini kunnu hava 28 í Føroyum. Okkara samstarvsfelagar á danska skúlaøkinum halda ikki, at høga næmingatalið gagnar undirvísingini, tvørturímóti eru tey sera misnøgd við hesa skipan. Annars er eisini mangt, ið bendir á, at danska skúlaverkið er í skeljasori. Óivað ein syrgilig avleiðing av Haarder politikkinum í 80unum, sum okkara myndugleikar ókritiskt herma eftir. Altjóða kanningar vísa, at danskir næmingar eru millum heimsins ringastu, tá tað snýr seg um lesiførleika. Hví skulu vit hava slíka fyrimynd í skúlaskapi okkara? Snýr seg um fýra hundrað túsund kr. brutto Vert er at leggja dent á, at ósemjan millum YF og Landsstýrið ikki er ein lønarspurningur hjá studentaskúlalærarunum, men sum nevnt ein spurningur um at varðveita dygdina í undirvísingini. Stríðið stendur um tveir 1. studentaflokkar á Kambsdali og snýr seg í pengum um fýra hundrað túsund kr. brutto. Trætumálið er ikki íkomið, tí at skúlin má fáa eykajáttan, men tí at landsstýrið framman undan hevur kalkulerað við, at næmingatalið skuldi lækka meira enn tað gjørdi. Hetta vil við øðrum orðum siga, at landsstýrismaðurin í skúlamálum undirbudgetterar skúlan meira enn gott er. Síðani leggur hann eftir avtalum, ið gjørdar eru á arbeiðsmarknaðinum. Tá ið landsins myndugleikar ikki eru sinnaðir at halda og virða gjørdar avtalur, er demokratiska samfelagsskipan okkara tá ikki av álvara farin at rilla? Spurningur um prioritering Samstundis sum milliónaupphæddir verða játtaðar á fíggjarlógini til alskyns endamál, er á onkran hátt kuril komin á, tá tað snýr seg um skúlaverkið. Vanliga royna landsstýrismenn av øllum alvi at loysa trupulleikar á sínum øki og ikki øvugt. T.d. var sjúkhúsverkið aftur í svárum trupulleikum herfyri og mátti hava eykajáttan upp á uml. 5 mió. kr. Um henda játtan ikki fekst mátti hópur av fólki sigast upp. Málið er tíbetur fyribils loyst uttan uppsagnir, væl fyrst og fremst tí vilji var at loysa tað. Á studentaskúlanum og HF skeiðnum í Eysturoynni mangla fýra hundrað túsund kr. tí skúlamyndugleikarnir hava undirbudgetterað skúlan. Men hetta málið sær út til at vera torført hjá landsins skúlamyndugleikum at loysa. Viljin sær ikki út til at vera til staðar. Uttan at taka støðu til einstakar eykajáttanir á fíggjarlógini vilja vit tó nevna tær fyri at vísa, hvussu einføld trætan ímillum YF og landsins skúlamyndugleikar í grundini er. Hugburður landsstýrismansins Mikudagin 7. jan. gingu studentaskúla- og HF næmingar úr øllum landinum kravgongu í Tinganes at vísa sína ónøgd við støðuna. Á hesum fundi vísti landsstýrismaðurin í skúlamálum á, at YF hevði sagt upp avtaluna um 24 næmingar. Hesum var sjálvsagt einki hald í. Í útvarpstíðindunum mánakvøldið 12. jan. vísti hann á, at avtalan við YF skal broytast til 28 eins og í Danmark. Tað er ein ótrúligur hugburður um arbeiðsmarknaðaravtalur, ið her verður lagdur fyri dagin. Í somu sending hótti landsstýrismaðurin eisini við, at um trætan millum YF og Landsstýrið ikki varð loyst eftir hansara høvdi, so fóru kanska eini 50 færri næmingar at sleppa inn á miðnámsskúlarnar eftir summarfrítíðina. Tað er ein politiskur spurningur, hvussu nógvir næmingar sleppa inn á miðnámsútbúgvingarnar. Miðnámsútbúgvingarnar hava seinastu árini verið einasta alternativið til arbeiðsloysið, ið vit hava havt at bjóðað ungdóminum. Tað kundi hent, at tað var nógv dýrari bæði menniskjaliga og samfelagsliga um ungdóminum ikki stóð í boði at fáa eina miðnámsútbúgving. Vit síggja, at londini rundan um okkum, m.a. Darnmark, hava stórar trupulleikar av ungdómskriminaliteti, rúsevnismisnýtarum, rockarum o.ø. Hetta eiga vit at gera alt fyri at sleppa undan. Tað kunnu vit m.a. royna við at hava eitt dygdargott skúlaverk, har tað eisni er rúm fyri einstaklinginum. Skúlafólk á øllum økjum stuðla YF í umstrídda máli, men kortini letst landsstýrismaðurin ikki um vón. Skelkandi er eisini at hoyra, hvussu landsstýrismaðurin í skúlamálum málber seg í fjølmiðlunum um hesa trætu. Konturar til framtíðar skúlapolitikk? Eru tað konturar til skúlapolitikk hjá sambandsflokkinum vit eru við at hóma í hesum døgum? Vit kunnu í hvussu so er sanna, at prioriteringarnar eru ymiskar á ymisku samfelagsøkjunum. At fýra hundrað túsund kr. brutto skulu vera so stórur trupulleiki at finna á skúlaøkinum er ófatiligt, tá hugsað verður um játtanir og eykajáttanir á mongum øðrum økjum. Tiltikið er at dríta í egið reiður, og tað er okkurt ið bendir á, at tað er júst tað, ið landsstýrismaðurin í skúlamálum ger í hesum døgum. Elisabeth Holm og Kristinbjørg Høgnesen, studentaskúlalærarar Internet-Sosialurin ókeypis um vikuskiftið Í vikuskiftinum verður tað ÓKEYPIS at lesa Sosialin á Internetinum. Leiðslan hevur gjørt av at >>lata Internet-Sosialin upp<< í vikuskiftinum, nú nógv verður skrivað um bankakanningina. Tann fyrsti prentaði Sosialurin aftan á bankakanningina kemur ikki á gøtuna fyrr enn mánakvøldið, men feskastu tíðindini verða løgd á Internet-Sosialin alt vikuskiftið. Sosialurin hevur blaðfólk í Keypmannahavn og í blaðhúsunum á Argjum - og fólk eru vælkomin at koma við viðmerkingum. Internet-Sosialurin verður >>latin upp ókeypis<< umleið klokkan 16:00 (fríggjadag) Foreldrini fáa ongar pengar frá býráðnum - Tað er heilt hol í høvdið, at vit eru farin at betala foreldrum pengar fyri at taka børnini av bíðilistanum til barnaansing. Og stendur tað til mín, koma vit heldur ongantíð so langt - Eg kann bara siga eitt beinanvegin: Hatta er heilt hol í høvdið. Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd í Tórshavnar Býráð gjørdist ikki sørt kløkk, táið eyguni duttu niður á forsíðuna á Dimmalættig í gjár. Tí har stóð meiggjað út um forsíðina í næstan fullari breidd, at nú er Tórshavnar Kommuna farin at betala foreldrum pengar fyri at taka børnini av bíðilistanum til barnaansingarpláss. Grundin til at Elin Lindenskov bleiv so kløkk, er, at tað er púra einki hald í hesum. Og sum formaður í sosialu nevnd hjá býráðnum skuldi hon verið tann fyrsta at vita tað.... Og hon leggur, at hon eiini fer at berjast við hond og fót ímóti, at tað nakrantíð kemur so langt. Bara ein kanning Hon sigur, at veruleikin er, at býráðið hevur sett eina kanning í verk at vita, um foreldrini høvdu tikið børnini av bíðilistanum, fingu tey pening útgoldnan afturfyri. - Tað er henda kanning, sum gamla Dimma onkusvegna hevur sett í rangastrúpan og gjørt til veruleika. Elin Lindenskov sigur, at býráðið hevur sett 2,5 milliónir av á fíggjarlógini í ár til "aðra barnaansing". - Men tað er ongin sum helst avgerð tikin um, hvat pengarnir skulu brúkast til, sigur hon. Og tað verður sjálvandi heldur ongin avgerð tikin um tað uttanum Sosialu nevnd. Men hon leggur afturat, at tað er ongin loyna, at summir býráðslimir eru heitir talsmenn fyri at seta kontanthjálpina í gildið aftur, so at foreldur fáa tað tilboð frá kommununi, at tey fáa eitt ávíst gjald um mánaðin fyri at ansa sínum egnu børnum heima. Elin Lindenskov sigur, at sjálv hevur hon tvíhildið um, at hetta er eingin loysn og loysir ongar trupulleikar. - Men vit hava so sett hesa kanningina í verk fyri at vita við turrum tølum, hvussu nógv foreldur høvdu tikið av tilboðnum. - Tað er orsøkin til, at næstan 300 foreldur nú í hesi viku hava fingið, ella fáa, bræv frá býráðnum við spurninginum, antin tey høvdu tikið børn síni av bíðilistanum til ta kommunalu barnaansingina, um tey afturfyri fingu 1.500 krónur um mánaðin frá kommununi. Tað eru foreldur at børnum upp til trý ár, sum eru við í kanningini og 1.500 krónur eru 300 krónur minni enn eitt vøggustovupláss hjá kommununi kostar. Býráðið skal hava svarini aftur fyri 1. februar. Við hond og fót ímóti Elin Lindenskov sigur, at hetta skal ikki takast fyri meiri enn tað er: Ein kanning, sum er púra óbindandi fuyri báði foreldur og Býráð. Og tað er so slett ikki talan um at seta kontanthjálpina aftur í gildið. Formaðurin í sosialu nevnd sigur, at sjálv er hon hart ímóti kontanthjálpini og hon fer at berjast við hond og fót ímóti at brúka tær 2,5 milliónirnar á fíggjarlógini til aðra barnaansing, ella ein part av teimum, til hetta endamál. Elin Lindenskov heldur fyri tað fyrsta ikki, at kontanthjálpin loysir nakran sum helst trupulleika. - Tørvurin á barnaansing hvørvur ikki fyri tað um fólk fáa 1.500 krónur fyri at taka børn síni av bíðilistanu. - Tað pyntar bíðilistan eitt sindur, men tað hjálpir ikki. sigur hon. Eggjar til svart arbeiði Elin Lindenskov heldur ikki, at nakar fer av arbeiðsmarknaðinum, heim at passa síni egnu børn fyri 1.500 krónur um mánaðin. - Tvs, at tey, sum fara at taka børn síni av bíðilistanum afturfyri kontanthjálpina, fara at útvega sær aðra barnaansing fyri tær 1.500 krónurnar. - Og tað vil so aftur siga, at kontanthjálpin fer at elva til svarta dagrøkt, og til svart arbeiði, og tað vil eg ikki vera við til. - Býráðið hevur roynt kontanthjálpina fyrr, men nettupp tilelvingin til svart arbeiði varð orsøkin til, at hon varð tikin av í 1994, eftir at hava verið í gildið í nøkur ár. - Tá hon varð tikin av, kostaði hon kommununi yvir 4,7 milliónir um árið. Men hon hevði kostað væl meiri frammanundan. 87 pláss afturat í ár Elin Lindenskov sigur, at sjálv mælir hon til at brúka tær 2,5 milliónirnar til aðra barnansing til at byggja uppí tvey býlingshús hjá kommununi. Hon heldur, at frægast hevði verið at bygt uppí býlingshúsið Uppi millum Gilja og tað Vesturi á Flat. - Tað kostar eina góða millión hvørt, men tað fáast 20 ansingarpláss í hvørjum húsi burturúr. Afturat tí heldur Elin Lindenskov, at nógv talar fyri, at útibarnagarðurin fær tikið 5 børn afturat í næstum. Men samstundis er ætlanin at byggja býlingshús Inni á Gøtu og í tí verða eisini 42 ansingarpláss. - Sostatt eru útlit til, at kommunan fær útvega 87 ansingarpláss afturat í ár. Leo Poulsen Vinningur uppvigar missin Hetta, at fiskimenn og sjómenn nú fáa ein skattafrádrátt uppá 15%, er ein neyðug broyting sum í longdini fer at føra við sær, at landskassin fær meiri, enn hann missir við hesi skattalækkingini So at siga einasti partur av nýggju skattalógini, sum hevur fingið umrøðu í fjølmiðlum, og harvið millum manna, er skattalættin til fiskimenn og sjómenn. Arbeiðarafeløgini hava víst sína ónøgd við, at munur verður gjørdur millum arbeiðsbólkar, og tað er eisini skiljandi. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísir tó á, at nevnda broyting á ongan hátt er gjørd fyri at seta kílar í hjá arbeiðarafjøldini, men er ein neyðug avleiðing av skattaviðurskiftunum í londunum rundan um okkum. Umframt landsstýrismannin í fíggjarmálum hevur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, verið fremsti talsmaður fyri hesi skattalækking. Hann hevur fleiri ferðir víst á - eins og fiskimenn sjálvir - at umstøðurnar hjá fiskimonnum eru so nógv øðrvísi enn hjá einum arbeiðara á landi. Fiskimaðurin er avskorin frá mongum av teimum ágóðum og tilboðum, sum fólk á landi kunnu njóta gott av; og í mongum førum taka sum eina sjálvfylgju. Hartil kemur, at arbeiðsdagurin hjá einum fiskimanni ikki er frá 8 til 5, men ofta upp í eitt heilt samdøgur í senn. Missurin kann gerast stórur Tað er tó ikki hetta, ið Anfinn Kallsberg hevur lagt størstan dentin á í nýggju skattalógini. Hansara argument er, at við tí ráki, ið hevur verið seinastu árini, har fiskimenn í hundraðtali eru fluttir av landinum fyri at fiska við útlendskum fiskiskipum, hevur landskassin mist milliónir av skattakrónum. Hetta merkir sjálvandi, at tá færri eru um at gjalda, mugu tey, sum eftir eru, gjalda so mikið meiri. Við nýggju skattalógini verður gjørd ein roynd til í fyrsta umfari at forða fyri, at fleiri av okkara fiskimonnum flyta av landinum, í øðrum lagi at >>lokka<< teir, ið longu eru fluttir, at flyta heimaftur. Anfinn Kallsberg metir, at verður einki gjørt, kann missurin av fiskimonnum - og harvið skattakrónum - gerast ógvuliga stórur. Landsstýrismaðurin vísir á, at teoretiskt kunnu vit koma hartil, at føroysk fiskiskip fara at verða mannað av føroyskum fiskimonnum - búsitandi uttanlands! Eisini sjómenn Men tað eru ikki bert fiskimenn, ið fáa skattafrádrátt. Eisini sjómenn fáa henda bata. Hetta umfatar allar teir, sum í dag sigla undir FAS. Tað vil siga farmaskipini og eitt nú Norrøna. Eisini teir, sum sigla við stand-by bátum í Norðsjónum. Tað eru tó nøkur undantøk millum sjómenn. Til dømis fáa teir, sum sigla við strandfaraskipunum ikki henda fyrimun, eins og eitt nú sandbátar o.a. ikki er umfatað av skattafrádráttinum. Teir sjómenn, sum sigla undir DIS (danska altjóða skrásetingin) gjalda ikki skatt, av tí at teir fáa eina nettohýru, men tað eru tó nakrir sjómenn, ið sigla við skipum uttanfyri nevndu skipanir. Hesir eru tó fáir, men av tí at mangir av teimum sigla innan oljuvinnuna og í starvssáttmálanum stendur, at lønin ikki viðkemur triðjamanni, er ofta trupult at skatta hesar menn. Ofta nokta teir fyri at upplýsa um inntøku, og so er einki annað at gera hjá skattavaldinum, enn at meta um inntøkuna. Hartil er at siga, at um hesir menn ikki ynskja t gjalda skatt, nýtist teimum bert at flyta bústað til Danmarkar, har teir koma undir lógina um >>udenrigsfart<<, og harvið fáa skattafyrimun. Undrast á mótstøðuna Anfinn Kallsberg sigur seg undrast á ta stóru mótstøðu, ið skattalækkingin til fiskimenn hevur fingið frá ymsu síðunum. Hann vísir á, at líknandi broytingar áður eru gjørdar uttan at nakar hevur mælt eitt orð ímóti. Sum dømi vísir hann á, tá FAS varð sett á stovn í Føroyum. Hetta var ein beinleiðis avleiðing av donsku altjóða skipaskrásetingini. Tá ætlaðu flestu føroysku farmaskipini at flagga út og fara undir DIS, tí har er sum nevnt talan um nettohýrur. FAS varð so sett á stovn fyri at forða fyri hesi útflaggan av farmaflotanum. Eitt annað dømi er tann serligi frádrátturin, ið handverkarar fingu, tá teir fóru uttanlands at arbeiða. Tá mutaði eingin ímóti, tó at tað var at geva einum ávísum bólki í samfelagnum skattafyrimun. Men hetta var gjørt við somu grundgeving, sum nú verður nýtt fyri at veita fiskimonnum skattalætta. Hvussu so verður ella ikki, so kann bert tíðin vísa, um landsstýrismaðurin hevur mett rætt tá hann væntar, at hesin parturin av skattabroytingini í fyrsta lagi fer at steðga burturflytingini av fiskimonnum, og í øðrum lagi fær teir, ið longu eru fluttir, at flyta heimaftur. Leo Poulsen Kommunurnar verða ikki verri fyri Missurin hjá kommununum, ið stendst av skattalækkingini, verður uppvigaður av einum uppskoti um, at skatturin frá bankum, sparikassum og tryggingarfeløgum skal býtast út á kommunurnar Tað voldi kommunustýrislimum nakað av høvuðbrýggi, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Anfinn Kallsberg, stutt fyri jól legði fram uppskotið um broytingar í skattalógini. Serliga var tað skattalækkingin til fiski- og sjómenn, ið skapti ótta, tí hetta kemur beinleiðis at ávirka inntøkurnar hjá kommununum. Serstakliga hjá teimum kommunum, har stórur parturin av skattainntøkuni stavar frá fiskimonnum, var ivin stórur. Hartil kom, at kommunurnar longu høvdu lagt sínar fíggjarætlanir, tá skattalógin kom fyri. Tað eru serliga tær smærru kommunurnar, ið eru tengdar at skattainntøkuni frá fiskimonnum, so har kom skattabroytingin sjálvsagt at merkjast harðast, men landsstýrið hevur tikið fyrivarni fyri hesum og hevur lagt uppskot fram um, hvussu kommunurnar skulu kompenserast fyri skattamissin. Missa lítið og einki Útrokningar hjá landsstýrinum vísa, at tær kommunur, ið missa mest við skattabroytingini, fáa knappliga 10% minni í skattainntøku. Tær kommunur, ið merkja minst til broytingina, missa minni enn hálvt skattaprosent. Tað kann tó í báðum førum vera talan um nógvan pening, og fyri at uppviga henda missin hjá kommununum, hevur landsstýrið gjørt av geva kompensatión. Anfinn Kallsberg vísir á, at bankar, sparikassar og tryggingarfeløg nú gjalda skatt, og í staðin fyri - sum áður - at kommunurnar, har hesir stovnar hava sítt høvuðssæti, fáa bróðurpartin av skattainntøkunum, meðan kommunur við deildum fáa ein part, skal hesin skattapeningur nú býtast javnt út á allar kommunur í landinum. Býtið verður soleiðis, at ávís upphædd verður útgoldin kommununum í mun til fólkatalið. Hetta ger, at missurin hjá kommununum bert verður avmarkaður, og tann kommunan, ið missir mest - 400.000 kr. - fær við hesum býti 200.000 kr. aftur soleiðis, at samlaði missurin bert verður 200.000 krónur. Alt hetta ger, at tað eisini verða kommunur, ið beinleiðis fara at hava fyrimun av skattalættanum til fiskimenn. Leo Poulsen Annað og meiri enn fiskimannaskattur So nógv hevur verið fokuserað uppá eitt brot í nýggju skattalógini, at landsstýrismaðurin í skattamálum, Anfinn Kallsberg, metti tað neyðugt at bjóða fjølmiðlunum til tíðindafund, fyri at greiða frá øðrum avleiðingum av hesi skattakollveltingini Tað er ein sannroynd, at einki annað hevur verið at hoyrt til nýggju skattalógina enntað, at fiskimenn fáa ein skattalætta uppá 15%. Hóast hetta bert er ein av mongum og umfatandi broytingum í hesi rættiligu skattakollvelting, hevur mest sum einki verið at hoyrt um aðrar broytingar enn ta nevndu. Hetta fekk landsstýrismannin í skattamálum, Anfinn Kallsberg, til mikudagin at bjóða fjølmiðlunum til ein tíðindafund, har hann greiddi frá skattabroytingunum í síni heild. Kallsberg hevði hug at rógva upp undir, at fjølmiðlarnir í slíkum førum bert høvdu hug at draga tað fram, ið bar brá av >>sensatión<<. Og í so máta var parturin um skattalættan til fiskimenn jú funnin fressur, serliga av tí, at flestu av arbeiðarafeløgunum mæltu so hart ímóti hesum parti. Og tað er helst einki at taka seg aftur í, at landsstýrismaðurin hevur grein í sínum máli. Trupulleikin er so bert, at restin av í hesum føri skattabroytingunum, druknar í umrøðuni av fiskimannaskattinum. Og tað er spell. Rættiliga umfatandi og kollveltandi Veruleikin er jú tann, at henda nýggja skattalógin er rættiliga umfatandi og í høvuðsheitinum ávirkar so at siga hvønn einasta skattaborgara í landinum. Fyrst og fremst kemur vanligi skattgjaldarin at merkja broytingina við at nú verður ikki longur neyðugt við sjálvuppgávu og ognaruppgerð. Og hetta verður helst ein stórur lætti hjá øllum. Vit vita øll, hvussu tað ríður okkum sum ein marra at fáa avgreitt hetta, tó at tað nú var vorðið rættiliga nógv lættari enn fyri nøkrum árum síðani. Nú verður tað skattavaldið, ið ger sjálvuppgávuna fyri okkum, og hon kemur so sendandi. Tað einasta skattgjaldarin so hevur at gera, er, at antin góðtaka uppgerðina sum hon er, og so skal ikki meiri gerast, ella at gera vart við seg, um skeivleikar eru í. Anfinn Kallsberg sigur, at hetta verður gjørt, partvís fyri at sleppa skattgjaldaranum undan teirri byrðu tað kortini er at fylla sjálvuppgávuna út, men eisini fyri at bøta um rættartrygd skattgjaldarans. Áður kundi skattavaldið seta fólk í skatt, um tey av einihvørji orsøk ikki lótu sjálvuppgávuna inn. Tá lá tað á skattgjaldaranum at prógva, at skattavaldið mistók seg, um ikki rætt var. Nú liggur próvbyrjan hjá skattavaldinum. Ivin skattgjald- aranum tilgóða Hetta merkir í stuttum, at skattgjaldarin verður munandi betri fyri, tá ósemja er millum skattavaldið og skattgjaldara. Áður var tað soleiðis, at var skattgjaldari mettur av skattavaldinum, skuldi hann fyri tað fyrsta prógva, at hann hevði rætt. tað fór fram gjøgnum ymsar kærustovnar, og slíkar viðgerðir kundu taka drúgva tíð. Men alt meðan málið var viðgjørt, kundi skattgjaldarin verða eftirhildin í løn, ja, enntá pantaður. Fyri ikki at tala um rentutilskrivingar. Alt hetta kundi merkja, at skattgjaldarin, hóast hann í síðsta enda vann sakina, kundi vera niðurundir komin fíggjarliga. Eftir nýggju lógini verður lok lagt á, meðan málið verður viðgjørt, og ikki fyrr enn eftir at allir møguleikar eru troyttir og endalig avgerð fallin, krevur skattavaldið peningin inn - sjálvsagt treytað av, at teir vinna sakina. Hetta er stórur bati hjá skattgjaldaranum, serstakliga í teimum førum, har hann fær rættin og ikki skattavaldið. Rationalisering Sjálvsagt er ikki einasta orsøkin til hesa broyting at sleppa fólki undan at fylla út sjálvuppgávur og ognaruppgerðir. Tó at hetta verður ein lætti, so liggja eisini aðrir fyrimunir aftanfyri hesa broyting. Mett verður, at millum 27.000 og 30.000 A-skattgjaldarar eru í landinum, og tað sigur seg sjálvt, at tað er ein stór pappírsdyngja, ið nú verður sloppið undan. Og ikki bert tað, tí sjálvandi hevur hvør einstøk sjálvuppgáva verið gjøgnumgingin av skattavaldinum, nakað, ið bæði hevur kravt tíð og fólk. Hesum slepst so eisini undan við nýggju skattalógini. Ein onnur broyting er, at líkningarmyndugleikin nú kemur at liggja hjá sjey nevndum í staðin fyri sum áður hjá hvørjari einstakari kommunu. Ein nevnd verður fyri hvørt av teimum seks skattaøkjunum, tó verður Streymoyggin býtt í tvey, so at nevndirnar verða tilsamans sjey. Kærumyndugleikin kemur tó framvegis at liggja lokalt, meðan landsskattanevndin verður hægsti myndugleiki á hesum økinum. Hjún verða ikki longur revsað Ein onnur broyting, ið avgjørt er verd at taka við, er skattingin av hjúnum. Tað hevur ofta verið ført fram, at hjún hava verið verri fyri skattliga enn fólk, ið liva saman pappírleyst. Í hesi nýggju skattalógini verður bøtt um henda mun. Hereftir hefta hjún til dømis ikki longur fyri skattaskuld hvør hjá øðrum. Undan hesum var jú vanligt, at um annar hjúnarfelagin hevði restskatt meðan hin hevði avlopsskatt, varð hetta mótroknað. soleiðis verður ikki nú. Eitt annað, ið helst kemur væl við hjá fleiri, er, at um eini hjún hava t.d. ein handil saman, kann maðurin nú gjalda konuni løn. Hetta bar ikki til áður, men nú kann konan so fáa løn eftir innsatsi, so at siga. Hetta er ein broyting, sum hevur ligið á láni. Fyrr var jú ikki vanligt, at konan arbeiddi úti í tann mun, arbeiðsmarknaðurin hesi seinastu 20-30 árini er broyttur. Í dag er tað meiri regulin enn undantakið, at báðir hjúnafelagar arbeiða úti. Við broytingunum er tað nú vorðið ein minni fíggjarlig forðing at ganga saman í hjúnarlag, enn frammanundan, og tað má sigast at vera ein broyting til tað betra. Mest umrødda broytingin er sum nevnt frádrátturin, ið fiskimenn og sjómenn fáa, men hetta er so bert ein partur í teirri skattakollvelting, ið landsstýrið nú hevur sett í verk. Ólavur Heinesen Til minnis um Jóhannes í Geilini í Leirvík Minningarorð Næstseinasta hósdag var Jóhannes Jacobsen í Leirvík ella Jóhannes í Geilini, sum hann varð nevndur her í bygdini, borin til sítt seinasta hvíldarstað. Hann gjørdi ikki nógv um seg, og hann fór ikki langt, men at hann var virdur, og at hann hevði nógvar kenningar bar líkskarðin, sum sjáldan ella kanska ongantíð hevur verið størri í Leirvík, boð um. Jóhannes var føddur 1. august í 1944, og hann slóknaði nýggjársdag, 53 ára gamal. Foreldrini vóru Anna, fødd Joensen, og ættað úr Klaksvík, og Emil Jacobsen úr Leirvík, sum var 56 ára gamal, tá hann doyði í 1973. Hon fylti 80 um jólini. Tey seinastu knappliga tríati árini hevur hon verið á Pleygudeildini á landssjúkrahúsinum. Tey bæði fingu tvey børn. Dótturin eitur Julia, hon er gift við Randal Nybo av Viðareiði. Tey búgva í húsunum, sum foreldrini lótu byggja. Barnaheimið hjá Jóhannesi var í Geilini. Tað var tætt ímillum húsini í Geilini og hjá okkum í Beitinum. Bara Beitisvegurin var ímillum, og Petur Jákup, eldri beiggi mín, og Jóhannes, sum vóru javngamlir, gjørdust vinmenn, og hann var dag og dagliga inni hjá okkum.Í 1960 fluttu Anna og Emil úr Geilini og í nýbygd hús uppi á Gadd. Tá var Jóhannes 15-16 ára gamal og systirin eini trý ár yngri. Jóhannes fór heilt tíðliga til skips. Hann var nógv við norskum línubátum tey fyrru árini, og seinni, tá Kjartan Joensen fekk fyrra Hviltenni og so henda, sum hann nú hevur, var Jóhannes nógv við honum. Sum í øllum øðrum lutum var hann eisini trúfastur á sínum arbeiðsplássi. Hann var framúr raskur, hann spardi seg ikki, og tað lá væl fyri hjá honum at arbeiða. Okkurt skiftið var hann heima, og tá róði hann út. Hann var vaksin upp í útróðrinum, sum altíð hevur havt so nógv at siga fyri leirvíkingar og fyri Leirvíkina. Sum aðrir dreingir var hann uppií, frá tí at hann var so frægur, og hann mundi kenna seg mitt í lívinum, sum hann var runnin av, og sum hann helt so nógv av, tá hann róði út við Sjúrði Eliasen, ið fyrst dreiv Matildu og síðani Morid, sum hann hevði keypt. Í 1989 var Jóhannes raktur av álvarsomum striki, heilsan fór at bila, og hann vann seg ikki aftur. Hann gramdi seg ongantíð, men tað var sjónligt, at arbeiðsevnini viknaðu, og førleikin at gera dagsins gerning, sum Jóhannes altíð hevði gjørt, var ikki, sum hann hevði verið. Hann treiskaðist og royndi at vera burturi, men tað bar ikki til, og so arbeiddi hann á flakavirkinum so leingi, sum orkan var til tað. Tað mundi meiri vera hugurin enn orkan, sum gjørdi, at hann í fríløtunum kom í skúrarnar at taka onkran stampin. Jóhannes fekk sær í 1966 konu úr Klaksvík. Hon eitur Eilin, dóttir Hildu og Olaf Ellingsgaard, sum í 1949 fluttu av Eiði og til Klaksvíkar at búgva. Eilin og Jóhannes fingu fýra børn. Erla, fødd í 1966, Osla, fødd í 1967, Helma, fødd í 1968, og Emil, sum er føddur í 1974. Tey bygdu nær foreldrunum hjá honum, og síðani vit fyri sekstan árum síðani fluttu niðan á Bønhúsmørk, hava vit aftur verið grannar, og fyri mítt viðkomandi kann eg siga, at tað vóru góðir grannar, vit komu at búgva uppat. Vit tosaðu saman dagliga, og hóast hann ikki á nakran hátt ynskti at gerast ein almennur persónur, so var skilligt, at hann hevði skil fyri og fylgdi við í tí, sum gekk fyri seg, bæði í bygdini og í landinum, á sjógvi og landi. Hann fór ikki víðan, men tá LÍF spældi á heimavølli, fór hann altíð niðan á Brekku, har hann stóð á sunnara enda. Hesi seinnu árini gekk tað spakuliga. Hann plagdi at fara frá húsum í góðari tíð, og so tók hann brøttu brekkuna so spakuliga eftir gomlu bygdargøtuni. Nýggjársdag var brekkan vorðin ov tung, og nú orkaði hann ikki meiri. Sjúkan hevði fingið bilbukt við honum, og hesin raski og fermi maðurin legði árarnar inn bara 53 ára gamal. Fjørðurin var rógvin. Konan og børnini hava mist ein góðan mann og pápa, tey fimm barnabørnini ein góðan abba, vit hava mist ein trúfastan og hollan granna, og bygdin hevur mist ein av teimum, sum vaks upp, tá útróðurin og sildafiskiskapurin blómaðu aftaná kríggið, og sum tók sín part av stríðnum og reiðiliga tað, frá tí at hann legði til brots sum heilt ungur, og til sjúkan gjørdi enda á honum. Vit lýsa frið yvir minnið um Jóhannes í Geilini í Leirvík. Atlantic Cup verður leygardagin Fótbóltur: Innandurakappingin Atlantic Cup verður leygardagin Fríggjadagin verður Atlantic Cup-kappingin spæld í ítróttarhøllini á Kambsdali. Hetta er annað árið á rað, at henda innandurakappingin verður spæld. Kappingin er býtt upp í tveir bólkar, har tvey tey bestu liðini fara víðari til hálvfinalurnar. Í bólki A eru: NSÍ, GÍ, HB, B68 og ÍF, og í bólki B eru B36, Sumba, VB, KÍ og TB. Byrjað verður klokkan 11.30 við bólki A, og bólkur B byrjar klokkan 14.00 stundisliga. Hálvfinalurnar verða klokkan 16.30 og 17.00, og sjálv finalan byrjar klokkan 17.45. Allir dystirnir verða 11 minuttir uttan finalan, sum verður 2 ferðir 11 minuttir. Vinnarin av kappingini fær 6 sonevndar Gjugg í Borg-ferðir frá Atlantic Airways, og Statoil letur næstbesta liðnum ein vinning. KÍF vann botndystin Hondbóltur: KÍF vann botndystin móti Neistanum Meðan hini fýra 1. deildarliðini hjá monnum spældu í steypakappingini, hittust botnliðini KÍF og Neistin í høllini á Skála til fyrsta dystin í endaspælinum. Og her eydnaðist KÍF at vinna 28-22 eftir at hava verið á odda 11-10 í hálvleikinum. Petur M. Poulsen og Jóan Pauli Olsen gjørdu sjey mál í part fyri KíF, meðan Kári Mortensen var besti málskjútti hjá Neistanum við seks málum. Úrslitið hevur við sær, at Neistin nú er niðast í 1. deild við tveimum stigum. KÍF kom upp á næstniðasta pláss, men hevur bert eitt stig meir enn Neistin. H71 setti alt upp á pláss Hondbóltur: H71 vann uppiborið seinnu hálvfinaluna móti VÍF Høllin kókaði, tá hoyvíkingar góvu alt teir høvdu í sær og vunnu uppiborið á VÍF í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini hjá monnum. Burtursæð frá fyrstu tíggju minuttunum av seinna hálvleiki hevði H71 tamarhald á støðuni og megnaði at halda leiðsluna, liðið hevði vunnið sær í fyrra hálvleiki. Hesar fyrstu tíggju minuttirnar eftir steðgin hótti VÍF og Áki Olsen (gjørdi fýra mál hesa løtuna) við at renna hoyvíkingar um koll, men vestmenningar komu ongantíð nóg nær og megnaðu ikki at halda trýstið. Tað vóru serliga síðstu tíggju minuttirnir av fyrra hálvleiki, sum vóru avgerandi fyri úrslitið. Tá tók H71 seg frá 7-6 upp á 14-6, og hesin munurin vísti seg at vera ov stórur hjá VÍF at taka innaftur. Hoyvíkingar spældu væl hesa løtuna, men hinvegin má sigast, at føroyameistararnir úr Vestmanna ikki spældu upp til sítt besta. Álopsspælið riggaði als ikki, og tá holini komu, vórðu tey ikki útnyttað. Hetta broyttist í seinna hálvleiki, men tá var ov seint. VÍF-liðið broytti taktikk eftir steðgin og fór at verja meira offensivt. Tað riggaði væl eina løtu. Krossbóltarnir hjá H71 vórðu fangaðir, Hans Guðmundsson varð vardur betur, og tá Neil Bláhamar minkaði til 18-15, kom veruligur spenningur í aftur. VÍF hevði jú vunnið fyrru hálvfinaluna 30-28, so nú var bert eitt mál á muni í samlaða úrslitinum. Men gula og bláa ballónin brast. VÍF megnaði ikki at halda trýstið, og serliga Jákup Símun Simonsen var effektivur í mótálopunum. Hesi mótálopini gjørdu av við VÍF, sum mátti síggja H71 fara avstað við finaluplássinum. Á H71-liðnum spældi Andreas F. Hansen við fyri fyrstu ferð. Hóast hann bert fekk tvey mál, vísti hann enn einaferð, at hann framvegis er millum bestu strikuspælarar í Føroyum, millum annað, tá hann tveitti seg inn í málteigin eftir einum leysum bólti og fekk stýrt honum inn undir Jón Nielsen í VÍF-málinum. Andreas er ein góður styrkur hjá H71, sum eisini man vera sterkasta hondbóltslið í høvuðsstaðnum í løtuni. H71-VÍF 26-20 (15-8) H71: Hans Guðmundsson 7, Jákup Símun Simonsen 7, Halgir D. Olsen 5, Annfinn N. Debess 3, Andreas F. Hansen 2, Hallur Danielsen 1, Olaf Vestergaard 1. VÍF: Áki Olsen 10, Ingi Olsen 4, Sámal Joensen 2, Neil Bláhamar 1, Martin Hummeland 1, Petur F. Joensen, Rógvi Nielsen 1, Hjalmar K. Olsen 1. Útvísingar: H71 6, VÍF 2. Kyndil reisti seg Hondbóltur: Kyndil vann seinnu hálvfinaluna móti StÍF 25-19 og skal spæla steypafinalu móti H71 Higartil í nýggja árinum hevur StÍF havt gott tak á Kyndli, men mikukvøldið vóru tað havnarmenn, ið fingu seinasta orðið. Sunnudagin 4. januar vann StÍF 31-22 á Kyndli í landskappingini, og næstseinasta mikukvøld vunnu strandingar fyrru hálvfinaluna í steypakappingini 27-25. Tískil var StÍF favorittur til at fara víðari til finaluna, tá seinna hálvfinalan varð spæld mikukvøldið. Men hesa ferð eydnaðist kyndlamonnum at vinna 25-19, og tað var nóg mikið til at sleppa í finaluna við samanlagda úrslitinum 50-46. Kyndil hevði munin so at siga allan dystin. Tá hálvleikur var, var støðan 12-9 til gestirnar, og hesi leiðsluni sleptu teir ongantíð. Í byrjanini av seinna hálvleiki fór Kyndil frá 13-10 upp á 17-10, og so vendist ikki aftur hjá StÍF, sum hevði ráð til at tapa dystin við einum máli og framvegis sleppa víðari til finaluna. Men munurin gjørdist bert størri og størri, og so líðandi noyddust strandingar at ásanna, at hóast teir hava vunnið á Kyndli tvær ferðir seinastu tíggju dagarnar, megnaðu teir ikki at vinna tann týdningarmiklasta dystin - tann sum gav sæti í steypafinaluni. StÍF-Kyndil 19-25 (9-12) StÍF: Poli Hansen 6, Arthur Johansen 5, Jónleif Sólsker 5, Agnar Højgaard 2, Pauli Hansen 1. Kyndil: Bárður Johannesen 9, Hannis Wardum 6, Heini Joensen 4, Bjarni Wardum 4, Niklas Djurhuus 1, Uni Wardum 1. Útvísingar: StÍF 1, Kyndil 5. Burturvísing: Kyndil 1. Tankin um vetrarkapping ikki langt burtur Fótbóltur: Vit hava kjakast um tað fyrr og hava tosað um at tikið málið uppaftur, sigur Jens Erik Rasmussen, sum er í kappingarnevndini hjá FSF Innandurakappingarnar í fótbólti stórtrívast kring um í Europa. Feløgini taka væl ímóti hesum avbjóðingum, og sjónvarpsrásirnar, sum leggja seg eftir at senda ítrótt, kappast um at senda frá slíkum kappingum, tá kendir fótbóltsspælarar møtast á øðrvísi vølli og kapping enn vanligt. UEFA hevur langt síðani lagt merki til áhugan, sum er um hesar kappingar, og næsta vetur skipar hesin felagsskapur fyri síni egnu kapping, sum verður millum europeisk landslið. Treytirnar fyri at verða við í hesi kapping er, at londini hava eina heimliga kapping í innandurafótbólti eisini. Her heima á klettinum eru tað serliga tvær stórar innandurakappingar, sum lokka tey bestu liðini. Tað er tann, sum er í Vági við kappingarlok, og tann sum nú fyri aðru ferð er á Kambsdali, og sum er eitt slag av upptakt til nýggja fótbóltsárið. Í blaðnum mikudagin bóru fótbóltsfólk fram tankan um, at fótbóltsspælararnir eiga at vera í gongd um veturin eisini, fyri at menningin, sum hevur verið í føroyskum fótbólti seinastu árini, kann halda fram, og hjá Fótbóltssambandinum er tankin um eina landsumfatandi innandurakapping í fótbólti vetrarhálvárið ikki langt burtur. ­ Vit hava kjakast um hatta fyrr, og vit hava nú tosað um at taka málið uppaftur, sigur Jens Erik Magnussen, sum er næstformaður í kappingarnevndini hjá FSF. ­ Niðurstøðan vit gjørdu seinast vit høvdu málið uppi var, at vit vildu lata feløgini sjálvi taka sær av hesum kappingum, tí FSF hevði ikki orku til at skipa fyri. Hetta var fyri nøkrum árum síðani, og hesa tíðina hava nógvar broytingar verið, og nú er aktivitetur innan FSF alt árið runt. Taka málið uppaftur FSF hevur hug at samskipa ein slíka vetrarkapping, men feløgini skulu hava ein sentralan leiklut og taka sær av teimum einstøku kappingunum. ­ Ein trupulleiki, sum vit renna okkum í beinanvegin, skulu vit hava eina vetrarkapping innandura, er at fáa pláss í hallunum. Í Havn er til dømis so upptikið, at tað er spurningur, um vit yvirhøvur høvdu sloppið framat, sigur Jens Erik Rasmussen. FSF vil tí eisini hava greiða avgerð tikna um síka kapping, áðrenn farið verður við í kappingina við onnur, um at fáa pláss í hallunum kring landið. ­ Men tað er einki at ivast í, at ein vetrarkapping í fótbólti hevði verið eitt natúrligt stig, nú føroyskur fótbóltur hevur ment seg so nógv og feløgini leggja alsamt meiri fyri, og tað er heldur einki at ivast í, at hetta málið vrður tikið uppaftur innan FSF, sigur Jens Erik Magnussen. Tað treingist í toppinum hjá FCK Fótbóltur: Todi Jónsson fer ikki við landsliðnum á venjingarlegu. Um somu tíð skal FCK luttaka í kapping júst í Spania, har Todi og seks aðrir fara at kappast um pláss í álopinum Todi Jónsson verður ikki í ferðalagnum, tá Allan Simonsen og hansara menn seinna partin av februar fara á venjingarlegu í Cadiz í Spania. Men tað er rættuliga sannlíkt, at Todi verður í Spania um somu tíð, sum landsliðið verður har. Ein ørgrynna av fótbóltsliðum úr norðaru pørtunum í Europa eru vanliga suðuri við Miðalhavið um mánaðarskiftið februar-mars. Hesa ársins tíðina tola grasvallirnir á heimabeitunum ikki, at tað verður vant nógv á teimum, og so velja til dømis flestu feløgini í donsku superliguni at fara aðra staðni, har tað er líggjari, og tá er upplagt at fara suður til Miðalhavið at pussa formin av, áðrenn tað verður álvari í heimligu kappingini. Frá 18. februar verður skipað fyri tí, teir rópa skandinaviska meistaraskapinum. Kappingin verður í Marbella í Spania, og tólv lið fara at taka lut ­ fýra tey bestu í Noregi, Svøríki og Danmark. Liðini eru flokkað í fýra bólkar. Trý lið eru í hvørjum bólkinum ­ eitt úr hvørjum landi. Teir fýra bólkavinnararnir koma í semifinaluumfarið, sum verður 27. februar, og finalan verður 1. mars. Nýggjar álopsspælarar FCK hevur ikki ligið á løtu síðuni síðstu vikurnar. Fyri stuttum kom fram, at teir høvdu gjørt eina nýggja klædnaavtalu, sum ber við sær, at inntøkurnar í hesum sambandi meiri enn trífaldast, so seldu teir Morten Nielsen til Strasbourg, og í fyrradagin keyptu teir ikki færri enn tríggjar spælarar. Ein er vongverjin og miðvallarin Thomas Rytter, sum Todi Jónsson spældi saman við í Lyngby, ein annar er U-21 landsliðsmaðurin Martin B. Larsen, sum hevur verið álopsspælari hjá Svendborg, og hin triðji er álopsmaðurin Thomas Thorninger, sum var sera vandamikil álopsspælari í AGF, áðrenn hann varð seldur til Perugia í Italia. Felags fyri teir báðar, sum eru keyptir úr latínska partinum av Europa, er, at tað hevur gingið alt annað enn væl hjá teimum í útlandinum, og nú vóna bæði teir og FCK, at skiftið til felagið í Keypmannahavn kann fáa fótbóltsspælið í røttu leguna aftur. Skulu vit meta út frá partabrævamarknaðinum, so tykist sum um stóra virksemið í FCK hóvar dønum. Virðið á FCK partabrøvunum er í hvussu so er hækkað fleiri prosent hesa síðstu vikuna. Fara ivaleyst at selja At FCK hevur keypt tveir álopsspælara afturat hevur sjálvsagt við sær, at kappingin um plássini í álopinum verður uppaftur størri, enn hon var í fjør. Todi Jónsson hevur ikki færri enn sjey aðrar at kappast við um tey bæði plássini í fremstu røð. Umframt Toda, Thomas Thorninger og Mortan Larsen eru tað David Nielsen, Stefan K. Hansen, Clement Clifford, Jacob Svinggaard og Kenneth Jensen, sum eru evni til álopið. Allir teir fimm síðst nevndu fingu møguleikan í heyst, uttan at nakrar teirra sannførdi um, at teir eru nóg væl fyri til at eiga rætt til fast pláss, og tað saman við óttanum fyri, at Todi aftur verður óheppin, man ivaleyst vera orsøkin til, at FCK nú hevur keypt tveir álopsspælara afturat. Eingin hevur sagt nakað um tað, men tað man vera rættuliga sannlíkt, at FCK fer at selja onkrar av marginalspælarunum burturav næstu dagarnar. Tað tekur sína tíð Tað gongur rætta vegin við venjingini hjá Toda Jónsson. ­ Eg merki einki til skaðan í lærkrikanum, men tað er neyðugt at hava tol. Eg venji hvønn dag, men higartil havi eg ikki vant við bólti, sigur Todi Jónsson. Felagið hjá honum hevur júst fingið tveir graslíkisvallir, sum líkjast sera nógv niðara vølli í Gundadali, og har venja teir hvønn dag, og sumar dagar verður vant tvær ferðir um dagin. Síðst í hesum mánaðinum verður farið undir at spæla venjingardystir, men tað er greitt, at Todi verður ikki klárur til ta tíð. Veit væl við so er ikki óhugsandi, at hann verður klárur at spæla við fullari ferð, tá kappingin í Spania kemur fyri, og tá hon verður liðug, vera tað tvær vikur til tað verður tørnað til aftur í donsku kappingini. Hóast kappingin um álopsplássini er stór, so er eingin ivi um, at Todi fer at fáa høvi at vísa, hvør dugur er í honum. Svenski venjarin hjá FCK segði í heyst við Ítróttarsosialin, at hann metir føroyska spælaran at vera ein hin besta álopsspælaran í superliguni. Spurningurin er bara, um hann fer at sleppa undan skaðunum, sum í meiri enn tvey ár so ofta hava plágað hann. Tað vóna Kent Karlsson og hinir, sum hava ábyrgdina av FCK, og tað vóna Allan Simonsen og hini, sum hava ábyrgdina av landsliðnum, og tað vóna allir fótbóltshugaðir føroyingar. Føroyskir fótbóltsvenjarar eitt fet longri upp á stiganum Fótbóltur: Útbúgvingardeildin hjá FSF bjóðar nú 12 føroyskum fótbóltsvenjarum eina nýggja 2 ára útbúgving til elituvenjara JÓANNES HANSEN Í ár og í komandi ári stendur tað fremstu fótbóltsvenjarunum í landinum í boði at taka seg enn eitt stig upp eftir útbúgvingarstiganum. Tað er virksama útbúgvingardeildin hjá Fótbóltssambandinum, sum aftur dregur eitt gott tilboð úr skjáttuni. Útbúgvingin kallast elituvenjaraskeiðið, og í FSF dylja teir ikki, at hetta verður nýggja flaggskipið innan útbúgvingartilboðini, sum teir hava at bjóða. Krøvini til teir tólv Jákup Simonsen er formaður í útbúgvingardeildini hjá FSF: ­ Tað er pláss fyri tólv venjarum á skeiðnum, sum ætlanin er at fara undir síðst í februar í ár. Útbúgvingin verður í ár og í 1999, og vit hava sett nøkur krøv til teirra, sum tað stendur í boði at taka lut í útbúgvingini. Teir skulu í ár og komandi ár venja eitt lið í 1. deild, 2. deild ella unglingadeildini, og kanska fer tað at bera til hjá onkrum at vera við, sum fer at hava ábyrgdina av einum dreingjaliði í meistarabólkinum. Harafturat skulu luttakararnir duga hampuliga væl at greiða frá sínum arbeiði, bæði munnliga og skrivliga, teir skulu hava møguleika fyri at brúka eina teldu, og so skulu teir vera framsóknir ella ambitiøsir í venjarayrkinum. Málið og samstarvið Í FSF eru teir av tí áskoðan, at seinastu árini eru uppgávurnar og avbjóðingarnar hjá bestu føroysku fótbóltsspælarunum vorðnar so nógvar og stórar, at um spælararnir heima á landi framvegis skulu fáa íblástur til menning í venjingini, so er tørvur á venjarum, sum hava uppaftur betri útbúgving, enn teir higartil hava havt møguleika at nomið sær í Føroyum. Jákup Simonsen sigur, at teir aftur hesa ferð fáa ágóðan av góða samstarvinum, sum FSF hevur við danir, tá tað snýr seg um útbúgving av venjarum: ­ Jens Tang Olesen og Knud Aage Nielsen eru væl kendir í Føroyum. Millum annað høvdu teir tvey grundskeið í Gundadali síðsta vikuskifti. Teir fara at hava ábyrgdina av elituvenjaraskeiðnum, og tað eru teir báðir, sum hava skrivað tilfarið til hetta skeiðið. Tað hava teir gjørt á ein slíkan hátt, at UEFA fær trygd fyri, at okkara útbúgving verður á hædd við tað, hon er í øðrum londum. Tað vil við øðrum orðum siga, at føroyskir venjarar, sum taka hesa útbúgvingina í Føroyum, kunnu brúka hana í øðrum UEFA limalondum. Vil hetta siga, at tá venjararnir hava lokið nýggju útbúgvingina, so hava teir verið ígjøgnum alla útbúgvingarmylluna, sum tað ber til at fara ígjøgnum í øllum europeiskum londum? ­ Nei, tað ger tað ikki. Men tá henda útbúgvingin er lokin, so hava vit gjørt eina avtalu við danir um, at teir, sum standa seg best, fáa møguleika at halda fram í Danmark á tí, sum teir í DBU kalla diplomvenjaraskeiðnum. Tað er hægsta venjaraútbúgvingin, sum danir hava at bjóða, sigur Jákup Simonsen. Hann leggur afturat, at talan er um rættuliga krevjandi útbúgving: ­ Seniorvenjaraútbúgvingin er tann hægsta, sum tað higartil hevur verið møguleiki fyri at taka í Føroyum. Í tí útbúgvingini verður ofta arbeitt í bólkum, og luttakararnir hava eisini verið í bólkum, tá teir eru farnir til endaliga roynd. Tað gongur ikki í nýggju útbúgvingini. Har skal hvør einstakur standa royndina, og tað er ikki meiri enn nátúrligt, tí í gerandisdegnum kann roknast við, at venjarar við hesari útbúgvingini fara at hava ábyrgdina av sær sjálvum og ivaleyst ofta eisini av øðrum venjarum, sum fara at arbeiða eftir teirra vegleiðing. Karmurin Elituvenjaraskeiðið verður skipað í fýra vikuskiftisskeiðum, einari námsferð uttanlanda, og so endar tað við einari roynd. Millum skeiðini skulu luttakararnir arbeiða í feløgunum, har teir eru venjarar, við evnum, sum skeiðleiðslan fer at áleggja teimum at arbeiða við. Tá teir næstu ferð savnast, skulu teir greiða frá, hvussu tað hevur gingist við at røkka setningin, sum varð ásettur seinast, teir vóru saman. Ætlanin er at hava fyrsta vikuskiftisskeiðið 20.-22. februar, annað skeiðið verður 17.-19. juli í ár, triðja skeiðið verður 23.-25. oktober í ár, og fjórða vikuskiftisskeiðið verður 26.-28. februar komandi ár. Námsferðin og endaliga royndin verða eisini í 1999, men tað er ikki ásett enn, nær hetta verður. Innihaldið Á fyrsta skeiðnum verður evnið liðmenning, á næsta skeiðnum verður evnið leikaramenning, á triðja skeiðnum verður evnið, hvussu mest møguligt kann fáaast burturúr liðnum, og í tí sambandinum verður ikki minst nortið við tað, teir við fínum orðum kalla psykologisk, pædagogisk og organisatorisk tiltøk. Heitið fyri fjórða skeiðið er sett at vera dystarmenning, og rímuligt verður alt tað omanfyri nevnda á skránni, tá luttakararnir fara út at ferðast saman, umframt at onnur evni kunnu koma upp á tal ­ eitt nú venjing av málverjum, sum ikki er nakað, ið tað hevur verið gjørt serliga nógv við í feløgunum kring landið. Enn er ikki avgjørt, hvagar leiðin skal ganga, tá teir skulu út at ferðast, men tá danskarar skipa fyri sovornum skeiðum, fara teir ofta til Hollands, har teir hava samband við landsmenn, sum eru nógv virdir í altjóða fótbóltsheiminum. Her verður hugsað um Morten Olsen, sum hevur ábyrgdina av liðnum hjá Ajax, og Frank Arnesen, sum er stjóri í PSV Eindhoven. Luttakararnir ­ Vit halda sjálvir, at hetta er eitt gott tilboð. Luttøkugjaldið fyri alt skeiðið verður seks túsund krónur. Restina av kostnaðinum ber FSF. Áhugin tykist vera stórur at sleppa uppí part, og tað er so gott sum greitt, hvørjir tólv venjarar verða teir fyrstu, sum fáa møguleikan at røkka prógvi sum elituvenjarar. Teir hava allir lokið tær útbúgvingarnar, sum higartil hava staðið teimum í boði, sigur Jákup Simonsen. Útbúgvingarrøðin hjá FSF fevnir nú um eina grundútbúgving, sum er í fimm pørtum (byrjunarskeið, kropslig venjing, venjarastarvið, teknisk venjing og taktisk venjing), ungdómsvenjaraskeið, seniorvenjaraskeið og so elituvenjaraskeiðið, sum endar við einari roynd, áðrenn onkrir fara at fáa møguleikan at sleppa á diplomvenjaraskeið í Danmark. Financial Times: >>­ Føroysk høvuðpína fyri Nyrup<< Hesi orð nýtir stóra bretska vinnublaðið, Financial Times í yvirskrift í grein, sum Keypmannahavnar-korrespondenturin skrivar í mikudagsútgávuni av blaðnum, nú tveir dagar áðrenn kanningin verður almannakunngjørd Sambært blaðnum kann Føroya-málið lættliga koma til ta niðurstøðu, at Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, gjørdi sama mistak, sum elvdi til, at undanmaður hansara, Poul Schlütter, mátti leggja frá sær: Hann gav Fólkatinginum rangar upplýsingar. Tað avgerandi punktið er, hvat forsætisráðharrin í 1995 segði Fólkatinginum, tá hann kunnaði um, hvat stjórnin í 1993 hevði sagt Føroyum um Føroya Banka. Málið verður viðgjørt í stuttari grein á síðu 2 í blaðnum. Umframt stutta frágreiðing um leiklutin hjá Den Danske Bank snýr greinin seg eisini um tað spennandi árið, sum bíðar forsætisráðharranum: Fólkaatkvøðan um Amsterdam-avtaluna tann 28. mai og eitt Fólkatingsval, helst miðskeiðis í september, eru mál, sum kunnu skapa Nyrup-stjórnini trupulleikar, metir bretska vinnublaðið. Leiðarar í vinnulívinum um allan heim lesa Financial Times. Danskur Føroya-serfrøðingur: Væl timað - at leggja bankakanningina fram júst nú Føroyar eru rættuliga í fokus í Danmark í hesum døgum, og er tað ikki minst orsakað av bankakanningini Spenningurin økist - nú fríggjadagurin nærkast, og bankakanningin verður løgd fram fyri almenningin. Nógv hevur eisini verið tosað um, hvørt úrslitið - verður tað negativt mótvegis stjórnini hjá Poul Nyrup Rasmussen - kann koppað stjórnini, og elva til nýval, ella at Uffe Elleman-Jensen fær høvi at skipa eina borgarliga stjórn. Við danska blaðið Jyllands-Posten í morgin (hósdag) sigur Lise Lyck, lektari á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, sum hevur fylgt væl við Føroyamálinum, at tíðspunktið er sera væl timað - at bankakanningin verður løgd fram júst nú. ­ Borgarligu flokkarnir hava als ongan áhuga fyri at taka við stjórnarvaldinum júst nú. Hon vísir á, at borgarligu flokkarnir neyvan koppa stjórnina nú, tá lønarsamráðingar og fólkaatkvøða um Amsterdamsáttmálan standa fyri durum í mai. Ein áheitan til Tvøroyrar býráð Sum øllum kunnugt er Tvøroyrar kommuna ein av teimum dýru kommununum at liva í, tá tað viðvíkur skattaprosenti. Kommunan hevur gjøgnum árini fingið útbygt havnarøkið og eisini fingið gjørt tveir bátahylar, har bátarnir liggja trygt. Eitt, sum hevur undrað meg og tí komi eg við hesi áheitan, er hví tað ikki blívur gjørt eitt marknaðarpláss á keiøkinum ella við bátahyljarnar (nakað sum í Vágsbotni). Her kundu teir bátar, sum avreiða alt, t.d. smáfisk til flakavirkið ella uppboðssøluna, selt fisk og fugl. Tíverri er tað soeliðis, at um tú skalt keypa fisk í handlum, flak, ræstan fisk, knettir o.a., so skalt tú gjalda 40-50 krónur fyri kilo. Tað er nógv bíligari at keypa høsnarungar og annað kjøt til døgurðamat. Hóast arbeiðsloysið ikki er so stórt í Tvøroyrar kommunu, eru tað nógv, sum mugu venda hvørjum oyra tey tjena. Nógv hava ikki bát ella anna møguleika fyri at fáa sær ein feskan bita í pottin. Henda møguleika høvdu tey fingið, um eitt tílíkt marknaðarpláss bleiv gjørt og útróðrarbátarnir høvdu sloppið við við smáfisk, sum fólk kundu keypt fyri ein rímuligan pening. Finnleif Guttesen Tvøroyri Rós til systkini á Váli! Eg búgvi í Keypmannahavn, og til jóla fek eg vitjan av mammu míni. Við sær hevði hon ta nýggju fløguna hjá tykkum. Sangirnir á hesi fløgu eru á einum tónlistarliga høgum støði, men tað sum eg serliga havi bitið merki í, er tann mátin, tit syngja uppá, at tit megna at úttala orðini so týðuliga, at boðskapurin kemur heilt til sín rætt. Tøkk fyri hetta væla vert og Harrans signing í tí nýggja árinum. Tit eru ófør. Willy Dal-Christiansen Hvat við boys night? Ja, nú eru vit komin í eitt nýtt ár. Nevniliga 1998, eitt ár við vónandi nýggjum veldigum møguleikum. Sjálvandi líka nógvar fyri mannin sum fyri >>kvinnuna<<. Eg má siga, at eg hevði ein avbera góðan jólaaftan, tað sum gjørdi dagin so herligan var nevniliga tað, at eg hevði fingið heilt fitt av klæðum í gávu. Tá ið eg og nakrir vinmenn fóru ein túr í býin nú herfyri, líkasum fyri at vísa tey nýggju jólaklæðini fram, var tað tá at tann eini av mínum vinmonnum segði, at hann hevði sæð eitt stjørnuskot lítla jólaaftan, hann læt beinanvegin eyg-uni aftur og knýtti nevarnar saman og ynskti so inniliga, at javnstøðulógin skuldi galda tað sama fyri bæði menn og kvinnur her í Føroyum, og hann bað og bønaði so inniliga um, at vit menn eisini fingu ein kjans her í samfelagnum, eins og kvinnurnar. Tað inniber sjálvandi tað, at vit áttu at fingið eitt Men's night. Mannfólkini, ið vilja sleppa at vísa síni jólaklæði fram ókeypis í Club 20 eins og damurnar!!! Kári Dalsgaard Petersen Heimastýri umaftur - So nú byrjaði tað aftur, orðaskiftið um hvat heimastýrislógin er. Eitt orðaskifti, sum fór fram fyrst í 50 árunum, og sum eingin rættuliga tímdi at fáast við meira, tí tað var øllum greitt at líka mikið, hvat løgfrøðin sigur ella ikki, so er heimastýrislógin úrslit av einari politiskari semju ímillum Danmark og Føroyar. Teir politisku flokkarnir hava allir góðkent skipanina. Fólkaflokkurin longu í 1950, tá hann fór í landsstýrið og Tjóðveldisflokkurin tá hann seinni fór upp í landsstýrið. Viðvíkjandi tí, sum nú er komið upp, at Føroyar eru ikki annað enn eitt amt, er tað at siga, at einki danskt amtsráð hevur heimild at samtykkja lógir um ognartøkur ella lógir, sum áleggja borgarunum revsiábyrgd. Um hetta kann stutt sagt sigast, at tá stríð verður ímillum teori og veruleika, so er tað bara synd í teoretikaranum. Tað var nú ikki júst hetta sum fekk meg at skriva, men hetta: Ein fólkaflokkstingmaður er nú farin at fáast við statsrættarteoriir tó ikki meira enn so, hann skal hava donsku stjórnina at siga honum hvat er rætt og skeivt. Hann skal hava danir at siga, hvussu teir skilja heimastýrislógina. Tað er sum um lúsin má vera útlendsk. Fólkafloksmaðurin kundi gjørt sær tann ómak at hugt í stýrisskipanarálitið síða 65 og fylgjandi. Hann hevði tá fingið eitt greitt svar uppá, hvat heimastýrislógin er. Nevniliga at hon er tvær lógir, ein donsk, samtykt av danska ríkisdegnum, staðfest av kongi og kunngjørd í Danmark, men ikki kunngjørd í Føroyum og tí heldur ikki galdandi her, og ein føroysk, samtykt av Løgtinginum, staðfest av amtmanni og kunngjørd í Føroyum og tí galdandi her. Hann hevði tá eisini sæð, at tann danska lógin er ein staðfesting av tí, sum løgtingið frammanundan hevur samtykt. Hann hevði tá eisini sæð at tað er bert føroyska lóggávuvaldið sum kann broyta lógina, sum er galdandi í Føroyum. Hetta er tað, sum vit eiga at halda okkum til, og eg kann ikki við mínum besta vilja skilja hvat tað er, sum hesin fólkafloksmaðurin vil við sínum spurningi til donsku stjórnina annað enn at gera vart við seg sjálvan. Og tá hann so fær tað svar, at Danir ikki halda, at teir einvíst kunnu broyta heimastýrislógina, men at stjórnin vil rætta seg eftir, hvat løgtingið samtykkir, so er hann ikki nøgdur. Hvat vil hann. Skal hann trútta donsku stjórnina til at siga, at danskt lóggávuvald einsamalt kann broyta hesa avtalu? Nei, spurningin um ríkisrættarstøðu okkara og møguligar broytingar eiga Føroyingar sjálvir at viðgera. Tað sær tíverri út til, at danska stjórnin skilir hetta betur enn Føroyingar. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Fýra hugsanir um bankakanningina Í sambandi við, at frágreiðingin frá bankakanningarnevndini verður almannakunngjørd í dag, hava vit spurt fýra fólk, um teirra boð uppá hvat úrslitið verður. Alt fær loyvi til at halda fram Súsanna Dam, Tórshavn: ­ Eg rokni ikki við, at vit koma á botn við hesi kanningini. Eg rokni við, at teir vilja slætta sjógvin, og vilja hava tíðina at ganga, soleiðis at alt bara kann halda fram sum higartil. - Eftir míni meting hevur ætlanin við kanningini verið, at ongin ábyrgd skal leggjast á nakran persón. Súsanna Dam heldur, at føroysku politikararnir hava víst lítlan vilja til at átaka sær ábyrgd. Av somu orsøk er vanligi danin við at missa tolið við føroyingum. - Politikararnir hava alla tíðina sagt, at tað eru danir, sum hava alla skylduna.Tað passar bara ikki. - Vanligi føroyingurin hevur óiva ein aðra uppfatan, men tað eru politikararnir sum eru frammi í útlendsku fjølmiðlunum, og tí ljóðar tað sum at føroyingar fráleggja sær alla ábyrgd. Tað er ikki rætt. Súsanna Dam roknar heldur ikki við, at frágreiðingin fær fylgjur í sambandi við komandi løgtingsval. - Fólk eru líkaglað og bangin fyri at skaða síni egnu. Vit hava tað so øgiliga gott. So gjalda vit bara hasar milliardirnar. Samstundis sleppa vit frá at kanna, hvør hevði ábyrgdina. - Fólk eru troytt av hesum málinum nú. Tað fer út í sandin Jógvan við Keldu, borgarstjóri, Klaksvík: ­ Við bankakanningin verður uttan iva, sum við so mongum øðrum her hjá okkum. Tað verður lagt upp til eina uppgerð, fyri síðani at fara út í sandin. - Vit standa ikki nóg væl saman, og tá bankakanningin bara er staðfestandi, so verður talan um ein tulkingarspurning. Tí eri eg ræddur fyri, at tað verða fjølmiðlarnir sum fáa mest burturúr kanningini. Nakað stórvegis annað vænti eg ikki kemur burturúr. Roknar tú við, at veljarnir fara at taka avleiðingarnar við næsta val? - Nei, eg rokni ikki við tí. Tað er bara hent einaferð fyrr at veljararnir hava reagerað. Tað var tá Pauli Ellefsen og Atli Dam fullu. Hetta málið er so gamalt, og nú vilja fólk koma víðari. - Hetta er mín meting, og tað er væl møguligt, at hon er skeiv. Oyðsl av tíð og pengum Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður, Hósvík: ­ Eg vænti, at hon fer at verða sum allar aðrar kanningar undan henni, uttanumsigling allan vegin ígjøgnum. - Tað einasta sum fæst burturúr tílíkum kanningum er pengaoyðsl. Ein stór rokning til skattgjaldaran og nógv óneyðugt arbeiði til embætismenninar, og onki úrslit. Tað er eg bangin fyri. Fara veljararnir at taka avleiðingar til næsta val? - Eg rokni við, at teir politikarar, sum tora at halda eina fasta linju mótvegis dønum, fara at vinna fram. - Eg rokni ikki við, at føroyingar verða so undirbrotligir í framtíðni. Danskir flokkar skulu nokk ikki roknað við, at teir í framtíðini eiga >>teirra<< føroyska fólkatingsmann. Er so nakað gott komið burturúr kanningini hóast alt? - Kanningin hevur lært okkum, at fyri tað um boð koma frá hægstu myndugleikunum í landinum, so er ikki vist at alt er rætt sum teir siga. Teir kunnu verða eins stórir bandittar og aðrir. Læran má verða, at vit ikki skulu verða so undirbrotligir í framtíðini. Duga ikki nóg væl at samráðast Kaj Leo Johannesen, Tórshavn: ­ Um vit taka útgangsstøði í teimum sendingunum, sjónvarpið gjørdi, og siga at tað er rætt, at danir hava tagt við ymsum neyðugum upplýsingum, so er mín niðurstøða, at teir skulu gjalda okkum hvørt oyra aftur. Tá meini eg við Den Danske Bank. Kaj Leo Johannesen heldur eisini, at vit mangla upplýsingar um okkara egna part í málinum. - Aftaná sjónvarpssendingarnar hevði eg tað kenslu, at tað kann ikki passa, at føroyingar eru so bláoygdir, sum víst varð í sjónvarpssendingini. Ella er okkurt galið. Kanningin má vísa, at onkur í Føroyum hevur verið vitandi um hvat hendi. - Tað hava verið so nógv fólk, sum áttu at vitað hvat hendi í bankunum, viðvíkjandi avsetingum og líknandi. Her mangla so nógvir lutir í >>puslispælinum<<. - Eg kundi hugsað mær at vitað, hvørja rollu Bjarni Olsen og Sigurd Poulsen hava í málinum. Serliga tá hugsað verður um referatið, sum varð broytt. Eitt referat, sum var grundarlag undir handlinum við partabrøvunum. - Hinvegin hevði tað eisini verið stuttligt at fingið søguna lýsta frá hinari síðuni eisini. Vit hava jú sæð sendingina við føroyskum eygum, og ongin danskari hevur úttalað seg. Er tað komið nakað gott burturúr bankamálinum? - Bara um vit fáa nakrar pengar burtur úr. Annars ikki. Tað hevði verið gott, um føroyski skattgjaldarin slapp undan at gjalda tvær milliardir. - Vit hava sæð, at vit eru so undirbrotligir mótvegis dønum. Tað hava vit onga orsøk til tað. Danir eru onki serligt, teir eru menniskir eins og vit. - Eisini hava vit eisini sæð, at ein av okkara veikleikum er, at vit eru ov veikir í altjóða samráðingum. Yvirlýsing samtykt á nevndarfundi Eysturoyar Tjóðveldisfelags 10. januar 1998 Eysturoyar Tjóðveldisfelag vísir á, -at tann sokallaða Sjálvstýrislógin, sum mikið hóvasták hevur verið um í politiska orðaskiftinum hesa seinastu tíðina, eins og núverandi Heimastýrislóg bindir Føroyar undir donsku Grundlógina -at hendan sokallaða Sjálvstýrislógin á sama hátt sum núverandi Heimastýrislóg verður donsk Fólkatingslóg, sum bert útdelegerar umsitingina av ávísum samfelagsfunktiónum til Føroya Løgting, men at endaliga valdið og ábyrgdin verður verandi á Christiansborg hjá donsku stjórnini og Fólkatinginum -at hendan sokallaða Sjálvstýrislógin, hóast øðrvísi ham enn núverandi Heimastýrislóg, als ikki kemur at broyta okkara stjórnarviðurskifti. Føroyingar fáa einki landaræði, Løgtingið fær ikki veruligt lóggávuvald. Vit verða ikki frælst land, men koma eins og undir núverandi skipan at verða ein danskur landslutur við heimastýri, t.v.s. við lokalum sjálvstýri -at tað áliggur øllum frælsiselskandi føroyingum at berjast ítmóti hesi lóg, hvørs einasta endamál er enn einaferð at binda føroyingin niður, soleiðis at landaræðið ikki verður okkara. Eysturoyar Tjóðveldisfelag staðfestir, at stevna Tjóðveldisfloksins er óbroytt síðan stovnanina - at vinna føroyingum fult landaræði, einki minni. Runavík, 10. jan. 1998 Nevnd Eysturoyar Tjóðveldisfelags, Jóannes Eliasen, fm. Fiskimenn brúktir til at spjaða verkamannafjøldina Hvørjum beini stendur Óli Jacobsen, formaður Fiskimannafelagsins og limur av stuðulsflokki Fólkafloksins á løgtingi. Vit mugu seta henda spurningin, tí tað at hann situr á løgtingi umboðandi Verkamannafylkingina í samgongu var tann, at leiðarar Føroya Fiskimannafelags og Føroya Arbeiðarafelag vóru misnøgdir við tey tiltøk, sum vórðu framd av okkara flokki. Tey høvdu helst rætt í tí, at tað hendi alt ov lítið. Nú skuldi vend koma í, tey boðaðu frá einum øðrum politikki. Tað skuldu beinanvegin verða framd tiltøk, sum skuldu økja um arbeiðsplássini á landi. Tí stovnaðu tey sín egna flokk, tey søgdu bæði í orð og skriving, at teir borgarligu høvdu alt ov stóra ávirkan, verkafjøldini at skaða, men nú skuldi vend koma í. Beint áðrenn tey tóku støðu til stovnanina av egna flokki høvdu formaður Føroya Arbeiðarafelags og formaður Føroya Fiskimannafelags í Sosialinum lovprísað Maritu Petersen, tí hon sum løgmaður sleit samarbeiðið við Fólkaflokkin. Hvar eru vit í dag nú ein partur av Verkamannafylkingini er størsti stuðul Fólkafloksins í ætlanum teirra at sáða split ímillum verkamannafeløgini bæði á sjógvi og landi? Skattauppskot teirra eru kávalótir og hava bert eina uppgávu, og tað er lækka lønina hjá fiskimonnum. Tað næsta verður, at teir avtaka inntøkutrygdina. Tiltøk teirra ímóti okkara útróðrarmonnum boða ikki frá nøkrum góðum fyri okkara fiskimenn. Tað er greitt fyri Føroya fólk, at Óli Jacobsen sum umboð fyri Verkamannafylkingina í samgongu, nú hevur sett sær fyri at flyta arbeiðspláss sum í øldir hava verið á landi. Tey skulu sambært ætlanunum nú fyri at bøta um raksturin hjá skipunum og harvið stuðul til reiðararnar, arbeiðsplássini skulu flytast úr flaka- og fiskivirkjum umborð á skipini. Verður hetta framt í verki, vil tað hava við sær eitt risastórt arbeiðsloysi, og tað hevur bert eitt endamál, at spjaða verkamannafeløgini og ein beinleiðis stuðul til reiðaran. Tað vóru nógvir arbeiðsmenn og -kvinnur sum stuðlaðu Verkamannafylkingina til seinasta val. Tøkkin er nú í ljósmála, ein avtoftan av fiskavirkan á landi, ein stuðul til Fólkaflokkin við at gera verkafólkið á landi arbeiðsleys. Fiskimenn verða í dag brúktir sum stuðlar í einari spjaðing av verkamannafjøldini. Gott er, at hetta er komið fram, so at Føroya fólk veruliga veit, hvønn tey kunna seta sítt álit á. Javnaðarflokkurin góðkennir ikki eina niðurgerð av okkara verkafólki bæði á sjógvi og landi. Tað eru møguleikar at bøta um viðurskiftini hjá verkafólki uttan at seta tey upp ímóti hvør øðrum. Tað sum nú hendir, er tónleikur í oyrunum á Fólkaflokkinum. Sverre Midjord Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - Vit mugu sjálv kunna okkum um føroyskan búskap - Vit kunnu ikki vænta, at danir, sum hava egin áhugamál, fara at kunna okkum nóg væl um okkara búskap. Tað eiga vit sjálv at gera, sigur Sigurð Poulsen, landsbankastjóri, sum ikki hevur álit á, at danskir myndugleikar geva okkum nøktandi upplýsingar, tá á stendur... Sigurð Poulsen heldur, at danir eru bangnir fyri at koma at hanga upp á føroysku uttanlandsskuldina. Hesum royna teir at sleppa undan á ein hátt, sum vit ikki kunnu góðtaka - Kunna vit okkum ikki nóg væl um búskaparligu gongdina í landinum, so kunnu vit ikki vænta, at onnur fara at kunna okkum um tað. Hetta sigur Sigurð Poulsen, stjóri í Landsbanka Føroyar. Í donskum fjølmiðlum er hann endurgivin fyri at siga, at Føroya nú hava so lítla tiltrúgv til danskar myndugleikar, at vit ikki longur vilja lurta eftir ráðgevingini frá danska Fíggjareftirlitinum. - Funktiónin hjá Fíggjareftirlitinum verður tann sama sum higartil, men vit mugu sjálv hava skil á okkara egna búskapi, sigur Sigurð Poulsen við Sosialin. - Hetta gera vit við at hava góð hagtøl. Hagstovan ger síni hagtøl, men tey hagtølini, sum vit hava serligan áhuga fyri í Landsbankanum, eru hagtølini fyri fíggjarsektorin og fyri almannasektorin. Vit eru áhugað í at vita, hvørja ávirkan fíggjarsektorurin hevur á vinnulívið og øvugt. Sigurð Poulsen sigur, at síðani Landsbankin varð stovnaður í 1988 hevur verið roynt at bygt upp slíka hagtalsskipan. Sigurð Poulsen var einsamallur settur í starv í Landsbankanum í 1988, og er bankin síðani útbygdur - og starvast í dag sjey fólk í Landsbanka Føroya. - Tað er eisini mark fyri, hvussu skjótt tú kanst uppbyggja ein slíkan stovn, sigur hann. Danir taka sær av egnum áhugamálum Fíggjareftirlitið hevur eftirlit við, at peningastovnarnir eru sunnir - at innistandandi peningurin er tryggur. - Føroysku myndugleikarnir mugu sjálvir taka sær av, at vit vita, hvussu ymsu partarnir í búskapinum verða ávirkaðir, sigur Sigurð Poulsen, sum leggur afturat, at hetta hevur stóran týdning fyri búskaparpolitikkin. Hann heldur, at vit kunnu ikki líta á, at vit fáa allar upplýsingarnar uttanifrá. - Eg havi fult álit á teimum upplýsingum, sum vit dagliga fáa frá donsku myndugleikunum. Men tá á stendur, so hava teir skyldu at taka sær av donskum áhugamálum, sigur Sigurð Poulsen. Samstarva við Hagstovu Føroya Eitt feskt dømi um hetta er bankamálið, har føroysku myndugleikarnir ikki hava verið rætt kunnaðir. Sigurð Poulsen vil ikki beinleiðis siga, at danir hava givið føroyingum rangar upplýsingar, men heldur hetta vera eitt dømi um, at vit ikki sjálv høvdu nóg góða vitan. - Um vit kundu spurt meira beinleiðis, so høvdu vit uttan iva fingið betri svar - neyvari upplýsingar, heldur hann. - Vit vistu ikki rættuliga, hvussu illa tað stóð til í peningastovnunum. - Høvdu vit vitað tað betur í dag? - Ja, tað høvdu vit, um enn vit ikki eru nóg væl fyri, sigur hann. - Er Landsbankin bygdur út orsakað av bankamálinum? - Vit høvdu undir øllum umstøðum bygt út Landsbankan, men hvøkkurin av bankamálinum hevur undirstrikað, hvat er av týdningi, sigur hann. Sigurð Poulsen sigur, at hetta, hann tosar um, er nakað sum Landsbankin sjávlur hevur sett í gongd. Hann leggur tó afturat, at Landsbankin ger hetta í neyvum samstarvi við Hagstovu Føroya, so minst møguligt at arbeiðinum verður gjørt tvær ferðir. Vaksandi áhugi fyri hagtølum - Er tað ikki eitt krav frá politiska myndugleikanum í Føroyum, at Lansbankin skal brynja seg at hava skil á hesum viðurskiftum? - Tað er ikki eitt beinleiðis krav, men tað hevur verið ein vaksandi áhugi fyri at fingið góð hagtøl. Men einki krav um, hvussu hetta skal gerast, sigur Sigurð Poulsen. - Var tað ikki so, at ávísir politiskir flokkar beinleiðis vóru ímóti, at Landsbankin varð settur á stovn? - Jú, tað er tað nakað um. Men í dag eru tað meira teir faktisku spurningarnir, sum spæla inn, sigur Sigurð Poulsen. Hann sigur, at hugburðurin tá var, at peningastovnarnir eisini skuldu taka sær av landsins áhugamálum. - Men tað helt ikki kortini, staðfestir Sigurð Poulsen. Stóra skuldin ávirkar Fyri nøkrum árum síðani hevði Landsstýrið onga umsting á búskaparliga økinum. Byrjað varð fyrst í 80'unum, tá farið var at styrkja Hagstovuna og Fíggjardeildina í Landsstýrinum, greiðir Sigurð Poulsen frá. - Tá varð litið á, at vit fingu hjálp frá donsku umsitingini. Tað fingu vit eisini, men tá kreppa kom, var týðuligur munur á donskum og føroyskum áhugamálum, sigur hann. Í fimtiárunum var eisini kreppa. Var støðan tann sama tá? - Tað tori eg ikki at siga, men tá var uttanlandsskuldin ikki so stór, sigur Sigurð Poulsen. Men hann leggur afturat, at nógv av teimum málum, sum stungu seg upp í 90'unum stóðust av, at skuldin er so stór. - Danir eru bangnir fyri, at teir koma at hanga upp á skuldina, og hesum royna teir at sleppa undan - á ein hátt, sum vit ikki kunnu góðtaka. Hetta sigur Sigurð Poulsen uttan mun til, hvat bankakanningin í dag avdúkar um hesi viðurskifti. - Kunna vit okkum ikki nóg væl sjálv, so kunnu vit heldur ikki vænta, at fólk við øðrum áhugamálum fara at gera tað, sigur hann. Um 1 - 2 ár væntar Sigurð Poulsen, at Landsbanki Føroya er nóg væl førur fyri at viðgera hagtølini. - Tað snýr seg ikki bara um at fáa til vega hagtøl, men um at analýsera tey - og duga at fáa tað rætta burtur úr, sigur hann. Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin Kim Hansen og I am spæla í KFUM Eitt nýtt slag av tónleikacafé verður í KFUM fríggjakvøldið Fríggjakvøldið verður eitt nýtt slag av tónleikacafé í KFUM í Havn. Talan er um eitt kvøld, har Kim Hansen, sum vanliga spælir rocktónleik í Moirae, fer at spæla saman við einum gospelbólki, I am úr Klaksvík. ­ Hugskotið við tiltakinum er, at fáa fólk, sum vanliga ikki koma í KFUM, at koma, sigur Gimmi Olsen, sum er skrivari í KFUM og KFUK. ­ Eg trúgvi tað er trupult hjá hesum fólkum bara at koma á eitt møti, og tí er hetta eitt gott tilboð hjá teimum, at koma í KFUM undir eitt sindur øðrvísi umstøðum. Kim Hansen fer at spæla tann tónleikin, sum hann vanliga spælir, tað vil siga millum annað sangir hjá Elton John og Billy Joel, meðan I am fer at spæla andaligan tónleik, sum teir sjálvir hava skrivað. Kim Hansen er kendur í fleiri samanhangum, bæði sum solistur og saman við sínum vinmonnum í rockbólkinum Moirae. I am hevur givið ein sang út á fløgu, og tað er Last Night, sum er á Rock í Føroyum 2. Men teir hava spælt til nógvar konsertir og hava eitt breitt og gott repertoire við sjálvgjørdum sangum. Stílurin hjá teimum er melodiøsur rockur. Ókeypis tiltak ­ Vit stíla eftir teimum eldru tineygjarunum og teimum, sum eru komin upp í 20^1ini, og vit vóna at fólk, sum vit vanliga ikki síggja her í KFUM, fara at taka av tilboðnum at koma, sigur Gimmi Olsen. Tiltakið er púra ókeypis, og umframt frálíka tónleikin, sum verður spældur gjøgnum eitt gott annlegg, sum saman við teknikara er leigað til tiltakið, verður kaffi og te eisini at fáa. ­ Móti endanum av kvøldinum verður ein stutt andakt, og tað er sjálvandi eisini ein týðandi partur av tiltakinum, sigur Gimmi Olsen. Tónleikacaféin verður í KFUM á Hoydalsvegnum fríggjakvøldið frá klokkan 21.00. Bankakanningardagur Í DAG er >>bankakanningardagur<<. Mest umrødda kanningin í Føroyum síðani frágreiðingin um sjóvinnubankamálið fyrst í fimtiárunum verður almannakunngjørd í dag. UM hon fær nakran týdning, og hvønn týdning, hon fær, ber enn ikki til at siga. Heldur ikki ber til at siga, um hon fær nakrar avleiðingar. EITT er tó vist, og tað er, at bankamálið og búskaparskrædlið hava broytt viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. hetta fer allar helst at hava við sær, at Føroyar og Danmark eru noydd at samráðast um eina nýggja avtalu, ein nýggjan sáttmála millum ríkispartarnar. Men initiativið liggur hjá føroyingum, og spurningurin er: - klára føroyingar at semjast um eitt uppskot at leggja fyri danskar stjórnarmyndugleikar? SEINASTU vikurnar og dagarnar er nógv sagt sum um at føroyingar fáa viðhald og uppreisn í bankakanningini, men er kanningin ikki almannakunngjørd, og tað hevur helst verið skeivt einans at venda >>skjútsið<< móti dønum, tí tað kann eins væl verða vend ímóti okkum føroyingum. Á hesum stað skal ikki nøkur niðurstøða verða gjørd, hóast so mikið nógv er kom-ið fram, at vit seta spurnartekin við trúvirðið hjá donskum stjórnarmyndugleikum, politikarum og embætismonnum. - VAR samspæl millum stjórnina og Den Danske Bank, og visti forsætismálaráðið um ráðagerðina at fáa føroyingar at gera partabrævaumbýtið, so Den Danske Bank slapp undan sínum skyldum í Føroyum, og føroyingar keyptu ein banka, sum skjótt vísti seg at vera eitt trotabúgv? - FEKK embætismaðurin í forsætismálaráðnum fíggjareftirlitið at seta >>kreppuna<< í verk? Fekk Føroya-bólkurin fíggjareftirlitið at steðga við at kanna Føroya Banka á vári 1993? - VISTI forsætismálaráðharrin meira enn hann hevur sagt? O.s.fr. Hesar spurningar og nógvar aðrar við, fær føroyski almenningurin ikki svaraðar fyrr enn seinnapartin, í kvøld og teir komandi dagarnar. EITT er gongdin í øllum bankamálinum, og lýsir kanningin hana til fulnar, og hvørjar verða so avleiðingarnar? Tiltøk Konfirmatiónir í Havnar kirkju Konfirmatiónirnar í Havnar kirkju verða 29. mars og 5. apríl. Konfirmantarnir hittast í Eysturskúlanum mánadagin 19. januar kl. 15.00. Markið millum eystaru og vestaru kirkjusókn er Tróndargøta, Varðagøta og Villingardalsvegur. Samkoman Immanuel Í kvøld kl. 21: Ungdómsmøti. 12 ár og eldri eru vælkomin. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Vagn í Geil talar. Biðið verður fyri sjúkum. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin, Tórshavn Í kvøld kl. 20: Møti v/ J. Vestergaard, E. Holm o.ø. Leygarkvøldið kl. 20: Møti v/ J. Vestergaard o.ø. Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti. Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bøn. Sunnukvøldið kl. 18: Møti v/ J. Vestergaard o.ø. Aglow, Tórshavn Fundur verður í kantinuni á Læraraskúlanum leygarkvøldið kl. 20. Allar kvinnur eru vælkomnar. Farvæl til Jonu Almenn samkoma verður í KFUK sunnudagin kl. 15. Niels J. Nielsen, trúboði, hevur inngang og skótarnir luttaka. Møguleiki verður at geva Jonu eina heilsan. Øll eru vælkomin. Missiónshúsið, Vestmanna Missiónsvikan heldur fram í kvøld kl. 20 við luttøku av Skála við talu og sangi. Leygarkvøldið kl. 20 við luttøku úr Sandoynni við talu og sangi. Lívsins Orð Barnamøti verður leygardagin kl. 17 og møti sunnumorgunin kl. 10.30. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús v/ Paula Høj. Evni: Bøn. Sunnudagin kl. 17: Møti v/ Jón Joensen. Barnamøti kl. 17. Meinigheitshúsið á Skála Einki bønarmøti, ungdómsmøti og møti hesa vikuna vegna missiónsviku á Strondum. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18: Møti v/ Tove og John Hammer. Øll eru hjartaliga vælkomin. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Losjan í Havn Í dag kl. 15 hittast tilkomin og eldri til hugna Losjan í Havn Losjufundur verður mánadagin 19. januar kl. 20.00. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir verða í kvøld kl. 20 og kl. 22.30 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir byrja aftur týsdagin 13. jan. kl. 17.30 og eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjar skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjar aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld.. Leygardagin 17. januar: Hvidovrefelagið hevur jólaveitslu við røstum kjøti á Rosenhøj 9. Týsdagin 20. januar: Týsdagsdøgurðin: turrur fiskur, spik, eplir og bótasúpan. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Verkfallið á miðnámsskúlunum Føroya Javnaðarflokkur hevur í dag sent Eilivi Samuelsem, landsstýrismanni og Edmund Joensen, løgmanni soljóðandi skriv: Ein áheitan á Føroya Landsstýri um at fáa trætuna loysta beinanvegin Nú verða tað skjótt tvær vikur síðan, at verkfallið á miðnámsskúlunum kring landið byrjaði, og framvegis eru fáar ella ongar ábendingar komnar fram um, at málið er um at verða loyst. Ein ósemja kann altíð stinga seg upp, og mangan kann tað eisini vera torført at finna eina loysn, men tað er nú uppgáva landsstýrisins sum ábyrgdarhavari av skúlaverkinum, at ítøkilig framstig eru at hóma, til tess at ein loysn verður funnin skjótast gjørligt. Í hesari ósemjuni, sum er millum Føroya Landsstýri og Yrkisfelagið hjá Studenta- og HF lærarum, er tað ein triði partur, sum tað veruliga gongur út yvir. Tað eru næmingarnir, sum nú í skjótt tvær vikur onga undirvísing hava fingið. Teir eru, uttan sjálvir at hava ynskt tað, vorðnir gíslar í hesum máli, og nógvir av hesum næmingum skulu upp til endaliga próvtøku í summar. Ein próvtøka, sum kann verða avgerandi fyri víðari útbúgvingarmøguleikar teirra. Føroya Javnaðarflokkur vil tí inniliga heita á Eilif Samuelsen, landsstýrismann um at taka stig til at fáa ósemjuna greidda, so næmingarnir sleppa aftur í skúla. Í øðrum lagi vil Føroya Javnaðarflokkur heita á Føroya løgmann um at leggja upp í málið og áleggja landsstýrismanninum at fáa enda á verkfallinum sum skjótast, so undvísingin verður tikin uppaftur. Tórshavn 15. januar 1998 Føroya Javnaðarflokkur Jóannes Eidesgaard, formaður DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag og í morgin: Skrið av útnyrðingi og norði, 15-20 m/s, minkandi til hvassan vind, 13-18 m/s. Kavaæl, men kanska sær sólin av og á. Kalt, millum frostmarkið og 4 kuldastig. Veðrið sunnudagin, mánadagin og týsdagin: Hvassur vindur av landnyrðingi og norði, 13-18 m/s, og sum frá líður færri kavaæl ella vátaslettingur. Hitin umleið frostmarkið. Í gjár: Eitt lágtrýst millum Føroyar og útsynningspartin av Noregi gongur í ein landnyrðing eystan. Í dag: Eitt lágtrýst vestan fyri Skotland gongur fyrst eystureftir, seinni í ein landnyrðing. Ógvuliga køld luft norðan og eystan fyri Ísland streymar inn yvir Føroyar. Leygardagur 17. januar 1998 Bjóðar føroyingum til Alaska at síggja oljuvinnu og mentan Gongst sum ætlað fara 10 til 15 føroyingar til Alaska til heystar at síggja oljuvirksemið har, at vitja lokala fólkið og annars frætta meira um, hvussu oljuvinnan og samfelagið har virka saman Stóra amerikanska oljufelagið ARCO hevur í umbúnað at bjóða 10-15 føroyingum til Alaska at síggja, hvussu oljuvinnan virkar har og hvørjar avleiðingar hon hevur á samfelagið og umhvørvið. -Vit hava stóran áhuga fyri, hvat møguliga goymir seg í føroysku undirgrundini og fyrireika okkum til at vera við í fyrstu útbjóðingarrunduni sigur kunningarstjórin hjá Arco í Bretlandi, Elizabeth Wild við Sosialin. Hon vísir í sama viðfangi á, at Arco er eitt av teimum mest virknu oljufeløgunum í Alaska. -Vit í Arco halda, at viðurskiftini í Føroyum og í Alaska í nógvum førum eru so meinlík, at tað hevði verið rætt at boðið føroyingum til Alaska at síggja, hvussu vit arbeiða har og hvussu samfelagið har annars hevur tikið ímóti oljuvinnuni. Elizabeth Wild heldur, at tað hevði kunnað hjálpt føroyingum í sambandi við eina útbygging av oljuvinnu her at sæð, hvussu viðurskiftini eru í Alaska. -Talan er í báðum førum um lond og øki við sera viðkvomum umhvørvi og náttúru og har fólkið, ið ikki telur so nógvar íbúgvar heldur, leggur stóran dent á at varðveita siðir og mentan. Hon vísir á, at Arco og BP, sum arbeiða saman í Alaska hava lagt ómetaliga stóran dent á at byggja upp eina oljuvinnu, sum hevur sum minst árin á serstøku náttúruna og mentanina í Alaska. -Tit í Føroyum hava nakað av tí reinasta umhvørvinum í Europa og vilja varðveita hesa støðu. Til tess haldi eg royndirnar frá Alaska kunnu hjálpa tykkum nógv og tað er við hesum í huga, at Arco fegin sær nøkur umboð fyri Føroyar vitja oljuútbúnaðin, fólkið og landið annars í Alaska sigur kunningarstjórin hjá felagnum. Saman við fýra øðrum umboð frá Arco skipaði hon fyri lítlari samkomu á Hotel Hafnia hósdagin. Her vóru umboð fyri myndugleikar, stovnar, feløg og vinnulív umframt miðlarnar. Enn er ikki endaliga avgjørt, um ferðin verður til nakað. Tað veldst sjálvandi um áhugan frá føroyskari síðu. Men verður hon til nakað, so er talan um, at 10 ella í mesta lagi 15 føroyingar fara til Alaska í vár ella helst tíðliga í heyst. Longsta oljuleiðing Oljukeldurnar í Alaska eru har norðuri og eysturi í landinum. Talan er fyrst og fremst um risastóra oljuøkið Prudhoe Bay, sum Arco og BP standa fyri. Oljan verður flutt gjøgnum eina 800 fjórðingar ella 1360 kilometrar éßlanga oljuleiðing til havnabýin Valdez. Nú tað minkar í goymslunum í Prodhoe Bay og har nærhendis ætla oljufeløgini at fara undir aðrar keldur. Tað er longu staðfest, at nógv olja er í øðrum økjum nærhendis. Bara Arco hevur í umbúnað at gera íløgur fyri tað sveimandi høga talið 350 mia. krónur. Arco er annars eisini farið at venda eyguni móti økjunum á Atlantsmótinum og her er bæði talan um bretskt og føroyskt øki umframt tað írska. Arco er longu í ferð við at bora sunnan fyri føroyska markið - saman við Conoco. Og í nýggju blokkunum longur norðuri, hevur felagið eisini fingið boriloyvi saman Conoco. Enn hevur Arco ikki funnið sær samstarvspartnarar á føroyska økinum. Men samráðingar eru við onnur feløg. Teir einastu sum missa nakað eru fiskimenn Dettur almenna uppboðssølan niðurfyri, sum mangt beindir á í løtuni, verða fiskimenn teir inastu, sum missa nakað sum helst. Men tað er løgið at vilja taka hana av, heldur enn at gera tær neyðugu broytingarnar - At tað ikki letur seg gera er fjas. Men verður hon løgd niður, verða fiskimenn teir einastu, sum missa nakað sum helst. Kári Hansen, fiskakeypari á Strondum mælir til, at almenna uppboðssølan verður umskipað so at hon aftur fæst at virka. Almenna uppboðssølan hjá er mestsum dottin niðurfyri og nakað fyri jól tók lønjavningargrunnurin tað stig at heita á landsstýrið um at taka hana av. Hetta heldur Kári Hansen verða løgið. Hann heldur, at stig skuldi heldur verið tikin til at fingið hana at virka eftir ætlan. Á almennu uppboðssøluni verða bara heilar lastir seldar. Og tí ber ikki til hjá teimum, sum flyta óvirkaðan fisk av landinum at keypa um hana. Tí eftir nýggju kunngerðini skulu teir, sum flyta óvirkaðan fisk av landinum, skjalprógva, at fiskurin er seldur á uppboði, har ið fleiri høvdu møguleika at keypa partar av lastini. Og tað kunnu teir jú ikki, táið lastirnar bara verða seldar heilar. Hetta hevur gjørt, at almenna uppboðssølan er mestsum dottin niðurfyri. Og í desember vendi lønjavningargrunnurin sær til landsstýrið og bað um at hon varð tikin av. Enn er tó einki hent. Stjórin á lønjavningargrunninum, Hildibjartir Johansen helt í Sosialinum mikudagin, at kunnu teir ikki selja heilar lastir, kundu teir akkurát tað sama gevast, tí tað fór at krevja alt ov nógva umsiting hjá teimum at selja lastir í smáum. Hann helt eisini, at nú fiskamarknaðuriner komin, er tíðin farin frá almennu uppboðssøluni. Fiskimenn missa Ein fiskakeypari, sum er grundleggjandi ósamdur í hesum, er Kári Hansen á Strondum. Hann hevur "Hansen Seafood" og selur nógvan, óvirkaðan fisk av landinum. Hann heldur, at ístaðin fyri at taka almennu uppboðssøluna av, áttu lønjavningargrunnurin og Landsstýrið at hugsa um at fingið hana at virka. - Verður almenna uppboðssølan tikin av, er allur handil við fiski miðsavnaður í einari hond á Fiskamarknaði Føroya - Og tað haldið eg er óheppið, hóast eg als onki havi ímóti Fiskamarknaðinum, tí eg haldi, at tey gera eitt gott arbeiði. - Sjálvur havi eg keypt nógv á almennu uppboðssøluni. - Og eg haldi eisini, at tað er ein fyrimunur, at allur fiskurin skal um eina uppboðssølu, har ið allir keyparar hava møguleika at keypa. - Tað er gott fyri okkum, sum keypa, tí útboðið verður størri, og tað liggur betri fyri hjá keyparum at leggja seg eftir ávísum fiskasløgum. Kortini er kappingin um fiskin so hørð, at tað hækkaða útboðið hevur ikki lækkað prísin. Kári Hansen sigur, at hann gavst at keypa á almennu uppboðssøluni, táið táið krøvini komu um at verður fiskurin fluttur óvirkaður av landinum, skuldi tað skuldi prógvast, at fiskurin varð keyptur á uppboðssølu, har fleiri høvdu havt møguleika at keypa partar av lastini. - Og tað vil siga, at almenna uppboðssølan er soleiðis skipað, at hon forðar skipum og fiskimonnum at bjóða fiskin út á einum fríum marknaði. Og táið fleiri keyparar ikki sleppa at bjóða uppá eina last, kann tað bara føra eitt við sær: At prísurin ikki verður so góður, sum hann kundi verið. Hann heldur seg eisini kunnu ávísa, at prísurin hevði verið hægri í ávísum førum um fiskurin varð boðin út til allar. Kári Hansen sigur, at er hetta gjørt fyri at forða fyri, at fiskur fær óvirkaður av landinum, er tað púra miseydnað. Tí hetta hevur onga ávirkan og forðar ikki einum sterti at fara óvirkaðan av landinum -Vit fáa so nógvan fisk, vit vilja hava. Teir einastu, sum verða revsaðir eru fiskimenn, ið ikki sleppa at bjóða fiskin út á einum fríum marknaði. Tað ber væl til Kári Hansen trýr ikki uppá, at tað eru umsitingarligir trupulleikar sum forða almennu uppboðssøluni at selja í smáum. - Tað er fjas. Uppboðssølan fær 0,5% av øllum, sum verður selt ígjøgnum hana, og er tað ikki nóg mikið til at løna einum ella tveimum fólkum, veit eg einki, sigur hann. Tvørturímóti heldur hann at tað ber væl til umskipa almennu uppboðssøluna so at hon lýkur krøvini um, at fleiri skulu hava møguleika at keypa ein part av eini last. Hann heldur, at ein máti kundi verið at bjóða lastina út í smáum. - Men tað skuldi heilt einfalt verið, at tann, sum keypti fiskin, ið skipið hevði mest av, skuldi eisini átikið sær at landa skipið. Tann sum keypti hini fiskasløgini kundi so komið hagar eftir teimum. Kári Hansen sigur, at tá Fiskakeyparar kunnu fara inn á Toftir eftir fiski, kunnu teir einsvæl fara inn á Strendur, ella onkra aðrastaðni eftir honum. Jógvan Hugo Gardar jogvan.gardar@senterpartiet.no Norskir fiskivinnumyndugleikar: - Vit gera ikki mun á Úttalilsini hjá Jákup Sólstein um, at norðmenn gera mun á føroyingum og øðrum verða afturvíst av norska uttanríkisráðnum Internet-Sosialurin úr Oslo: Mikudagin segði Jákup Sólstein í samrøðu við Sosialin at meðan norðmenn noktaðu Sverra Ólavsyni at fiska, vísir tað seg, at bera væl til at lata týskar trolarar sleppa undir Noreg at fiska, hóast hesir hesir somu týsku trolarar eisini eru keyptir úr Íslandi og hóast teir eisini hava fiskað í smoguni, táið íslendingar áttu teir. - Vit hava ikki gjørt mun á nøkrum í hesum málinum. Hetta er ikki eitt mál sum hevur fingið politiska viðger í Noregi og tað er Fiskeridirektoratet sum syrgir fyri at reglugerðirnar á fiskivinnuøkinum verða hildnar, sigur talsmaðurin hjá norska uttanríkisráðnum Ingvard Havnen. Sambært øðrum keldum í norsku stjórnini so var tað eftir øllum at tyda rætt at nokta Sverra Ólason at fiska í norskum sjógvi; tí tá trolarin kom á føroyskar hendur áttu íslendarar framvegis 49 prosent av skipinum og beint eftir at norðmenn høvdu avvíst trolaranum gjørdist hann aftur íslendskur. Sama kelda sigur at hetta bert vísir at hetta var ein roynd at sníkja seg inn á norskt øki. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fakta um R. M. S. Titanic 1. R.M.S. stendur fyri Royal Mail Steamer (Kongaligt Post Dampskip) 2. Titanic var annar av trimum superdamparum í somu stødd, sum White Star Line bygdi fyri at kappast um ferðafólkaflutningin um Atlantshavið. 3. Titanic var 265 metrar long, longri enn tann hægsti skýskravarin í New york tá. 4. Bara skrúvan var, við sínum gott og væl 101 tonsum, tyngri enn Santa Maria hjá Christopher Columbus. 5. Tað vóru umleið 50.000 kg av køti umborð á Titanic. 6. Tað vóru bara bjargingarbátar til helvtina av ferðafólkunum. 7. Á jomfrúferðini vóru við 2.223 ferðafólk. 8. Toppferðin hjá Titanic var 23 knob 9. Prísurin fyri dýrasta ferðaseðilin á 1. klassa var $3.100, svarandi til $124.000 (millum 700.000 og 800.000 krónur) á okkara døgum, meðan ein ferðaseðil á 3. klassa kostaði $32 í 1912 ella $1.300 í dag 10. Titanic kostaði umleiði $7,5 milliónir at byggja í 1912. 11. Stutt eftir at Titanic fór av bakkastokki tann 10. apríl 1912, rendi hon saman við damparanum New York á veg úr havnini. Tað vakti ótta millum ferðafólkið um trygdina umborð á risastóru skipunum, og tað var kanska ein ávaring um lagnu skipsins. 12. Lounge'in á 1. klassa var bygd við Versailles-slottinum sum fyrimynd. 13. Titanic fekk ótalligar ávaringar frá øðrum skipum um, at ísfjøll vóru í umráðnum. 14. Titanic hevði 16 vatntøtt rúm fyri at minka um vandan fyri at søkka. Ísfjallið reiv 5 av teimum 16 rúmunum upp - nóg mikið til at hála damparan nður í kalda dýpið. 15. Konur og børn á 1. og 2. klassa vórðu fyrst beind í bjargingarbátarnar. 16. Tann fyrsti bjargingarbáturin, sum varð loraður niður, rúmaði 65 persónum, men hevði bert 28 við. 17. Meðan Titanic sakk, spældi orkestrið uppi á dekkinum í eini roynd at minka um órógvið á ferðafólkinum. 18. Manningin blokeraði uppgongunum frá 3. klassa fyri at tarna monnum í at sleppa á dekkið. 19. Av bjargingarbátunum, ið vórðu sjósettir, áðrenn Titanic sakk, kom bert ein aftur fyri at fáa fleiri fólk upp, hóast teir flestu av bjargingarbátunum als ikki vórðu fyltir. 20. Titanic støkk um miðjuna, áðrenn hon hvarv í Atlantshavið. 21. Sjálvt meðan skipið var í ferð við at søkka, noktaðu fleiri av ferðafólkunum framvegis fyri, at superdamparin kundi søkka. 22. Aftan á at Titanic hevði rakt ísfjallið, fóru fólk út á dekkið og spældu við ísklimpar. 23. At byrja við hættaðu ferðafólkini á 1. klassa sær ikki út á dekkið og hildu, at evakueringin var óneyðug. 24. Eitt undrunnarsamt skip varð sæð stutt frá Titanic, men svaraði ongantíð neyðarkallinum og hvarv í náttini, meðan superdamparin var á veg niður í ísakalda Atlantshavið. 25. Oceandamparin Carpathia svaraði neyðarkallinum frá Titanic og næaddi fram, næstan tveir tímar aftan á, at Titanic varð sokkin. 26. 60% - ella 199 av ferðafólkunum á 1, klassa várðu bjargað, meðan bert 25% - ella 174 - av ferðafólkunum á 3. klassa bjargaðust. Bert 32% av øllum ferðafólkunum og manningini um borð á Titanic komu undan við lívinum. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tá heimsins størstaferðamannaskip sakk Klokkan hálvgum trý um náttina tann 12. apríl í 1912 sakk heimsins størsta ferðamannaskip, Titanic, eftir at hava borið við eitt ísfjall. Umborð vóru 2.223 ferðafólk. 1.500 teirra sjólótust, tí pláss var ikki fyri øllum í bjargingarbátunum. Nú hevur filmsleikstjórin James Cameron gjørt hugtakandi film um søguna - talan er um heimsins dýrasta film, hvørs fíggjarætlan kann berast saman við føroysku løgtingsfíggjarlógina Tey, ið sleppara, fara í bjargingarbátarnar. Orkestrið spælir á dekkinum, meðan Titanic í øllum sínum veld setur kós móti havsins botni Tað hoyrir við til almenna vitan at kenna søguna um R. M. S. Titanic og syndarligu søgu tess. Tá skipið varð bygt, var Titanic tað higartil størsta marglætisferðamannaskipið nakrantíð - og stoltleiki reiðarísins, White Star Lines. Skipið varð nevnt dreymaskipið. Men longu á jomfrúferðini frá Evropa til USA rakti vanlukkan skipið: Titanic sigldi á eitt ísfjall og sakk í kalda Norðuratlantshavinum klokkan hálvgum trý um náttina tann 12. apríl 1912 við 2.223 fólkum umborð. Av teimum sjólótust 1.500. Síðani hevur lagnan hjá Titanic fest røtur hjá nærum øllum heimsins borgarum sum higartil størsta skipsvanlukkan. Hesin syndarligi tilburður er mangan síðani endavendur og tað, sum vitini hava sagt, er kannað og endursagt ótaligar ferðir - eisini fleiri ferðir á filmi. Nú hevur ein av nútíðar filmsleikstjórum, James Cameron - sum hevur gjørt so matar filmir sum Terminator, Aliens, Dýpið og Lívshættislig lygn - kastað seg yvir søguna um Titanic, og ber navn hansara tekin um, at vit fáa eina sera hugtakandi film um tímarnar, innan skipið sakk, og um nakrar av teimum lagnum, ið gjørdust offrini. Tann 101 ára gamla lítur aftur um bak Søgan hjá James Cameron byrjar á okkara døgum við vrakið av sjálvum Titanic á tess æviga hvílistað á Norðuratlanshavsins botni, 4.000 metrar undir vantskorpuni. Ein framfýsin eydnujagstrari, Broc Lovett (Bill Paxton) jagstrar við sera framkomnari útgerð skattir í vrakinum. Í einum bjargaðum pengaskápi finnur hann eina koltekning, sum enn er heil, av eini vakrari, ungari kvinnu. Tekningin verður víst á CNN, og... ein ferug 101 ára gomul kvinna (Gloria Stuart) sær hana og setir seg í sambandi við rásina: Hon er tann unga gentan á tekningini. Hon játtar at koma við til kanningarskipið, og har oysir hon minnini fram - og gjøgnum hennara frásøgn verða vit førd 85 ár aftur í tíðina, til tað flótandi strálandi slottið, sum er í ferð við at lætta akker í Southampton og jomfrúferð síni við kós móti New York. Og millum tey mongu ferðafólkini, halda vit serliga eyga við tveimum ungum fólkum, hvørs lagnur skjótt skulu møtast í einum ástarleiki - tvørtur um sosialu mørkini, og hvørs lív skjótt broytast med alla. Einki kann skilja tey Rose DeWitt Bukater (Kate Winslett) er ein 17 ára gomul yvirklassa-amerikanar, ið er um at kvalast í ríkmannaumhvørvinum, sum framtíðin bjóðar henni. Tá hon rennir seg í ein frían fugl millum 3. klassaferðafólkið, ið eitur Jack Dawson (Leonardo DiCaprio), verður hon bergtikin. Hann letur upp eygu hennara fyri tí stóra og hugtakandi heiminum uttanfyri, og skjótt er forbodni, men sterki, kærleikin teirra millum veruleiki. Einki á hesi jørð kann koma millum teirra - sjálvt ikki nakað so óteinkiligt, sum tað, at Titanic skuldi sokkið. Á vegnum verður eisini fokuserað á aðrar lagnur umborð á hesum mikrokosmosinum: Cal Hockley, spældur av Billy Zane, arvingur til eina risaogn og trúlovaði hjá Rose, og Ruth CeWitt Bukater, framfýsna mamman hjá Rose, spæld av Frances Fisher. Oscar-vinnarin Kathy Bates hevur leiklutin sum tann litríki >>unsinkable<< Molly Brown. Aðrir søguliga rættir persónar eru E. J. Smith, skipari (Bernhard Hill), stjórin í White Star Line-reiðarínum (Jonathan Hyde) og sjefkonstruktørurin av Titanic, arkitekturin, Thomas Andrews (Victor Garber). Millum ferðafólkið er eisini besti vinurin hjá Jack, ein italskur flótti, nevndur Fabrizio de Rossi (Danny Nucci) og Spicer Lovejoy (David Warner) býttisliga loyli tænarin hjá Cal Hockley. Upptøkur gjørdar umborð á >>rætta<< Titanic Tá vit í filminum síggja vrakið av Titanic, so er tað tað >>rætta<< vrakið. Hjá James Cameron var tað eitt ófrávíkiligt krav fyri filmsætlanina. Hann leigaði russiska kanningarskipið, Keldysh, tí tað hevði tveir av teimum fimm mannaðu mini-kavbátunum, sum eru til í øllum heiminum. (Mir 1 og Mir 2), sum megna at kava teir 4.000 kravdu metrarnar niður í dýpið. Tá fólkini aftan IMAX-filmin Titanica filmaðu vrakið í 1992, varð tað gjørt innan úr einum kavbáti við níggju tumma tjúkkum rútum. Einki upptøkutól hevði kunnað staðið móti lága temperaturinum og teimum mongu atmosferutrýstinum uttanfyri. Hesum avmarkingum vildi James Cameron vinna á. Loysnin var at konstruera eitt eyka hús úr titanium til 35 mm-upptøkutólið við tilhoyrandi ljósið, sum var sett á ein pall. Nú var møguligt at fjarstýra tólinum inn og út úr vrakinum. Og tá tólið bert kundi hava 12 minuttir av filmi í senn, skuldi hvør upptøka neyvt leggjast til rættis. Til tað endamálið varð bygt eitt model av vrakinum. Endurbygdu Titanic Hesar undirvatnsupptøkur vóru útgangsstøðið fyri filminum - og grundarlagið fyri endurminningunum hjá teirri >>eldru<< Rose aftur til 1912. Nú kom so túrurin til sjálvt skipið - oman á vatninum. Til tað endamálið varð bygt tað higartil størsta vatntangastudio á Rosarito-strondin í statinum Baja California í Mexico. Uttari vatntangin rúmar 65 milliónum litrum av vatni, tann innari 19 milliónum litrum og hartil kom ein næstan 3.000m2 stórur ljóðpallur eins og tríggir smærri pallar. Nú bar so til at fara undir at endurbyggja Titanic innan sum uttan - ein av teimum mest krevjandi uppgávunum nakrantíð í filmsøguni. Framleiðsludesignarin Peter Lamont arbeiddi út frá teinum upprunaligu tekningunum og fann upprunaliga tilfarið og litir á marglætisbúnýtinum. Titanic var 264 metrar long og vigaði út við 60.000 tons, og dekoratiónirnar til filmin vóru bert umleið 10% smærri. Tú kennir tað, sum ert tú umborð. Heimsins dýrasti filmur Størsta avbjóðingin var - sjálvandi - at endurskapa hendingina, tá Titanic sakk. Fyri at filma skipið í øllum sínum veldi, varð bygt eitt upptøkutólatorn, sum var næstan 60 metrar høgt. Samanstoyturin við ísfjallið gjørdi, at Titanic fór at leka í síðuni, og vatnið, sum lak inn, tyngdi forstavnin so mikið, at skipið at enda støkk av um tvøran. Og meðan fremri parturin fór til botns, datt afturparturin eina løtu upp á pláss, fyri síðan at reisa seg við einum vinkli upp á 90° - og sakk so til botns. Hetta er sera stórsligið at síggja á filmi. ...Og tað sum síðani hendur - tey fleiri hundrað ferðafólkini, sum flóta á sjónum í bjargingarvestum, deyð av kulda, eru myndir, sum nærmast etsa seg inn í hornhindina. Undir framleiðsluni av filminum lá tað støðugt James Cameron á hjarta, at allur hesin tøkniliga krevjandi parturin av filminum ikki skuldi køva søgunnar kjarnu: menniskjuni umborð - og fram um alt - tað hugtakandi søguna um bannaða kærleikan millum Rose og Jack. Leikaralistin var sera týdningarmikil, og James Cameron valdi tvær av teimum >>hottastu<< ungu, nýggju sjørnunum til høvuðsleiklutirnar. Filmurin Titanic, sum við eini fíggjarætlan upp á 2,2 milliardir krónur er dupult so dýrur sum heimsins higartil dýrasti filmur, verður frumsýndur í Havnar Bio fríggjadagin komandi - hin 23. januar Greinar, ið hava tilknýti til hesa: HF- og studentaskúlanæmingarnir eiga sum skjótast at sleppa aftur í skúla Um landsstýrismaður ikki vil ella megnar at fáa átroðkandi mál loyst, er tað eftir okkara tykki løgmaður, ið hevur ábyrgd og skyldu at taka neyðug stig. Tá støðan millum Yrkisfelag Studenta- og HF lærara og landsstýrismanninum í skúlamálum eftir øllum at døma hevur læst seg fasta, eigur løgmaður sum skjótast at taka neyðug stig til at fáa málið loyst. Tað er heilt órímiligt og ábyrgdarleyst, at HF- og studentaskúlanæmingar skulu verða gíslar í einum stríði millum nevnda yrkisfelag og landsstýrið. Fyri hvønn dag ið gongur verða møguleikar næminganna fyri at koma ígjøgnum tað neyðuga pensumið munandi skerdir og kann hetta í ringasta føri hava við sær, at próvtøkan ikki kann náast til ásettu tíðina. Hetta er ein ótolandi støða fyri næmingarnar og má tí nú ein avgerð takast, sum fyribyrgur nevndu óhepnu avleiðingum. Næmingarnir mega sleppa aftur í skúla sum skjótast. Um landsstýrismaður ikki vil ella megnar at fáa átroðkandi mál loyst, er tað eftir okkara tykki løgmaður, ið hevur ábyrgd og skyldu at taka neyðug stig. Fyri meir enn einari viku síðan sendi Miðflokkurin skriv til løgmann, við áheitan um, at hann tók neyðug stig til at fáa málið loyst. Hugaligt, at Javnaðarflokkurin nú eisini tekur undir við hesi áheitan okkara. Eiði 15.01.98 Tordur J. Niclasen, løgtingsmaður Tað er gravgangur eftir smoltstøðini í Fámjin Enn eigur Havsbrún í Fuglafjørði hægsta boð, men eisini norðmenn liggja framvið og teir hava ikki givið skarvin yvir Seinastu tíðina hava fámjiningar arbeitt við at selja smoltstøðina í bygdini. Guttansstøð, sum støðin eitur, er ein av teimum-fáu - fyritøkunum, sum ongantíð fóru á heysin og hon hevur borið orð fyri at verið ein væl rikin smoltstøð. Ella sum stjórin, Jacob Jacobsen sigur: - Vit hava klára at hildið nøsina omanfyri vatnskorpuna alla tíðina- men heldur ikki stórt meir. Men nakað síðani spíraði tankin um at selja støðina. - Og síðani hevur hesin tankin búnast so líðandi og nú er tað komið hartil, at støðin verður seld. Tað eru fleiri orsøkir til, at vit selja støðina, sigur Jacob Jacobsen. - Eitt er, at summir av okkum, sum hava hana, eru farnir at eldast, sigur Jacob Jacobsen. Sjálvur er hann farin um tey sjeyti. - Men eitt annað er, at satt at siga hevur tað verið strævið at havt smoltstøð seinastu árini. Hann sigur, at í fyrstuni var almenni politikkurin tann, at smoltstøðir og alibrúk skuldi vera hvør sær. - Tað var m.a, gjørt fyri at sleppa undan innannøring, tí tað hevur verið hildið at vera óheppið. Smoltstøðirnar skuldu vera fyri seg, fyri at tryggja at alistøðirnar fingu nýtt blóð at seta við. - Men seinstu árini er hesin politikkurin sleptur. - Nú hava alibrúk fingið smoltloyvi eisini, og tær allarflestu smolststøðirnar hava nú eisini aliloyvi. Og tað ger tað trupult hjá okkum, sum bara hava smoltstøð. Tí eru teir komnir hartil, at rættast er at selja støðina. - Partapeningurin í Guttansstøð er 600.000 og eg haldi, at flestu partaeigararnir eru sinnaðir at selja. Ikki minst tí kursurin er hampiligur. Ja er tað nakað um tað, sum ljóðar, at keyparar hava bjóðað kurs 400 fyri partabrøvini í støðini. - Nei, tað havi eg onga viðmerking til, sigur Jacob Jacobsen. Men hann viðgongur, at áhugin er stórur. Men so leggur hann afturat, at tann, sum fer við henni, fær eina góða smoltstøð, hóast ymiskt skal gerast við hana fyri at lúka hjeilsufrøðilig krøv. Gravgangur Og sum sagt er rættiligur gravgangur eftir smoltstøðini í Fámjin. Jacob Jacobsen sigur, at fleiri keyparar hava víst áhuga. Men fyribils eru tað so Havsbrún í Fuglafjørði, sum liggja best fyri í kappingini. Men enn er onki avgjørt . Men eisini norðmenn hava víst stóran áhuga fyri støðini í Fámjin. Og eftir hvat skilst, hava teir ikki heilt slept endanum enn, hóast Havsbrún enn hevur hægsta boð. Báði Havsbrún, norðmenn, og aðrir, eru áhugaðir í at keypa øll partabrøvini. Men Jacob Jacobsen sigur, at hóast støðin verður seld, verður hon verandi í Fámjin Edvard Joensen úr København edvard@sosialurin.fo Føroyskir politikkarar eru luskutir Tað er bæði luskut og heimføðisligt, tá føroyskir politikkarar nokta at tosa við forsætisráðharran, sum er á vitjan, sigur føroyski presturin í København Tað er óhoyrt, at ein fíggjarmálaráðharri, sum fær milliardir frá dønum, noktar at tosa við ovasta leiðaran í landinum, sum gevur honum allar hesar pengarnar. Soleiðis er hugsanin hjá mongum dønum eftir vitjanina hjá Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, í Føroyum herfyri. Og til alla Guðs lukku hevur Zakarias Wang verið ógvuliga lítið at sæð í donsku pressuni, av teirri einfaldi orsøk, at eingin tekur hann fyri fult, sigur Bergur Jacobsen, sum er føroyskur prestur í København. Bergur Jacobsen, heldur, at framferðin hjá Anfinni Kallsberg, fíggjarmálaráðharra, er bæði óhøvisk og heimføðislig. Danir eru vanir við, at tú konfronterar fólk, sigur Bergur Jacobsen. Tú ert ósamdur við ein annan um eitthvørt. So verður tað tikið upp, kjakast um og avgreitt. Tú sigur júst tað, tú meinar, og ert eins góður vinur við mótpartin fyri tað. Føroyingar hinvegin eru luskutir og tora ikki at taka málið upp við rætta viðkomandi. Tað var tað, sum føroysku politikkararnir á so syndarligan hátt vístu undir forsætisráðharravitjanini. Og tað var ein framferð, sum danir ikki skilja, sigur Bergur Jacobsen. Hann heldur tað verða undarligt og ótrúliga óprofessionelt at fara í mótmælisgongu móti dønum á føroyskum. Ikki ein sál skilti, hvat tað var, sum gekk fyri seg. Tað, danir hava sæð, vóru nakrar hoppandi føroyingar uttan fyri eitt hotel í Tórshavn, sum róptu ókvæmisorð eftir forsætisráðharranum. >>Akkurát sum i filminum um Barbaru, har havnarmenn gingu runt og hoppaðu í reyðum húgvum,<< sigur Bergur Jacobsen. >>Og tað er so myndin, fólk sita eftir við.<< Vóru føroyingar eitt lítið sindur at sær komnir, høvdu teir fingið sín boðskap nógv betri út, enn teir gjørdu. Tá Saddam Hussein sendir fólk út á gøtuna at mótmæla, fara tey við skiltum við enskum teksti. Tey venda sær til heimspressuna á einum máli, sum pressan skilir. Høvdu Zakarias Wang og hansara fólk havt eitt lítið sindur av skili í høvdinum, møttu tey upp við skeltum á donskum. So høvdu danir vitað, hvat tey meintu við. Mótmælisgongan var ikki vend móti føroyingum, men dønum, og tí er neyðugt at tosa tað málið, danir skilja. Altso konfrontatión. Og at fíggjarmálaráðharrin sigur í danska sjónvarpinum, at hann ikki vil tosa við ríkisleiðaran - eisini hansara egna ríkisleiðara - er óhøviskt. Serliga tá vit vita, at hesin sami fíggjarmálaráðharri hevur fingið seks milliardir krónur úr danska ríkiskassanum. Tað vísir, at politikkurin, hesir menninir reka, eru berar smádreingjalótir. Og danir skilja tað ikki, sigur Bergur Jacobsen. Og hóast danir ikki altíð halda so nógv um Nyrup, sum mangan brestist sum stórhvalur í náttpotti, skilja teir ikki, at ein fíggjarmálaráðharri, sum fær so nógvar danskar pengar, ikki vil tosa við forsætisráðharran. Tað er ivaleyst, at tað savnar atkvøður í Føroyum, at menn ikki vildu tosa við Nyrup, heldur Bergur Jacobsen. Men tað hevur skapt ólukkur í Danmark. Tað er eingin ivi um, heldur hann, at tað hevur skapt irritatión í Fólkatinginum, har tinglimir eru farin at spyrja, hvat hetta eru fyri fólk, sum fáa allar hesar pengarnar og so ikki hirða at tosa við danir afturfyri. Og Zakarias Wng hevur als einki nátt við sínum mótmælistiltakið. >>Eingin tekur hann fyri fult her niðri,<< sigur Bergur Jacobsen. >>Ein, sum kallar Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, fyri Hitler, verður ikki tikin í álvara. Hann verður avskrivaður.<< Soleiðis fer lutakastið fram Fótbóltur: Londini eru býtt í fimm styrkisbólkar Tey 49 londini eru styrkismett soleiðis: 1. Týskaland, Spania, Rumenia, Russland, Ongland, Jugoslavia, Skotland, Italia og Noreg. 2. Bulgaria, Danmark, Kroatia, Portugal, Eysturríki, Frakland, Kekkia, Turkaland og Grikkaland. 3. Írland, Sveits, Svøríki, Ukraina, Litavia, Slovakia, Finnland, Ísrael og Georgia. 4. Pólland, Ungarn, Norðurírland, Bosnia-Hersegovina, Latvia, Makedonia, Kýpros, Wales og Ísland. 5. Hvítarussland, Slovenia, Armenia, Føroyar, Albania, Luxemburg, Moldova, Aserbadjan, Estland, Malta, Liktinstein, San Marino og Andorra. Londini verða flokkaði í níggju bólkar - fýra við seks londum í og í fimm við fimm londum í. Niðast styrkismettu londini verða drigin fyrst. Eftir at níggju teirra eru komin í hvønn sín bólk, verða tey fýra, sum tá eru eftir, drigin í hvønn sín bólk. Hægst styrkismettu londini verða síðst drigin, og tað er greitt, at Týskaland, Ongland, Spania og Italia koma í bólkar, har tað bara verða fimm lond í hvørjum. Belgia og Holland verða vertir fyri EM endaspælinum í ár 2000, og tey eru sjálvskrivaðir luttakarar og skulu tískil ikki taka lut í undankappingini. Seks milliónir standa uppá spæl í lutakastinum í morgin Fótbóltur: Tað ber ikki til hjá FSF at fáa bæði ítróttarligu og fíggjarligu ynskini at ganga út, tá bólkarnir í EM undanumfarinum verða skipaðir í morgin Á miðdegi í gjár lættu Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini, og Ísak Mikladal, aðalskrivari, úr Vágum. Málið við ferðini er Belgia, har teir saman við Allani Simonsen, landsliðsvenjara, skulu vera hjástaddir í Gent, tá lutur í morgin verður kastaður um, hvussu tey 49 limalondini í UEFA skulu flokkast í undankappingini til EM endaspælið, sum verður í Hollandi og Belgia á sumri í ár 2000. Og tað er einki at liggja omaná, at tey í FSF, landsliðsspælararnir og fótbóltshugaðu føroyingarnir annars eru sera spentir uppá, hvussu lutakastið fer at laga seg. Hjá londunum, sum skulu taka lut í HM endaspælinum í Fraklandi í summar, kennist tað ivaleyst eitt sindur veruleikafjart at ganga upp í tað, sum kemur aftan á tað, ið verður mett sum tað størsta í fótbólti - at taka lut í endaspælinum um HM - men hjá hinum og ikki minst hjá føroyingum er tað longu nú ógvuliga áhugavert at frætta, hvørji mótstøðulondini vera í næstu EM undankappingini. Tað tykist vera sera torført hjá føroyingum at fáa venjingardystir í móti øðrum landsliðnum, og hóast tað alla tíðina verður hugsað um og arbeitt við møguligum venjingardystum, so er í løtuni lítið, sum bendir á, at tað fer at eydnast at fáa venjingardystir í lag fyri summarsteðgin. Áhugamálini Tað er ikki líka mikið, hvussu luturin fellur. Áhugamálini eru ymisk, og sum hjá so mongum øðrum, so eru tey hjá føroyingum bæði av ítróttarligum og fíggjarligum slag. Tey ítróttarligu eru partvís, at tað hevði verið áhugavert at fingið eitt landslið við kendum spælarum í bólk saman við Føroyum, og partvís at tað er av stórum týdningi, at Føroyar fáa eitt land í bólkin, sum tað er stórt sannlíki at vinna ímóti. Tey fíggjarligu áhugamálini snúgva seg um inntøkumøguleikarnar og um, hvussu stórar útreiðslurnar fara at vera, og tá verður fyrst og fremst hugsað um inntøkur fyri sjónvarpsrættindini og útreiðslurnar av at ferðast. Ynskini Beint áðrenn, teir fóru úr Føroyum, fingu vit fatur á Jens Erik Magnussen, og hann duldi ikki, hvørjir dreymarnir hjá honum vóru fyri úrtøkuna av ferðini: - Síggja vit tað út frá ítróttarliga sjónarmiðnum, so vóna vit, at vit koma í ein bólk, har tað verða seks lond. Hetta ger, at vit fáa tíggju dystir, og tað kemur væl við, tí tað gongur so illa at fáa venjingardystir. Eitt sovorðið lutakast hevði eisini havt við sær, at sannlíkið hevði verið størri fyri, at vit komu í bólk við einum landi, sum vit hava góðar møguleikar at røkka einum góðum úrsliti ímóti, og tað er sjálvsagt áhugavert hjá okkum øllum. Millum hesi londini teljast Estland, Malta, Liktinstein, San Marino og Andorra. - Síggja vit tað frá fíggjarliga sjónarmiðnum, so stendur Týskaland ovast á ynskilistanum, og so koma Ongland, Spania, Italia og Frakland. Fáa vit Týskaland í bólk við okkum, so er fíggjarliga avleiðingin, at vit fáa einar seks milliónir krónur meiri burturúr sjónvarpsrættindunum, enn um vit fáa Russland ella Rumenia sum hægst flokkaða mótstøðulandið, sigur Jens Erik Magnussen. Ikki í posa og sekk Samstundis sum formaðurin í landsliðsnevndini opinberar síni hægstu ynski, so ásannar hann, at soleiðis sum UEFA hevur lagt lutakastið til rættis, so ber tað ikki til hjá føroyingum at fáa bæði ítróttarligu og fíggjarligu ynskini at gerast veruleika. UEFA hevur gjørt av, at Týskaland, Ongland, Spania og Italia skulu koma í bólkar, har tað verða fimm lond, og tað vil siga, at um Føroyar fáa eitt gott fíggjarligt lutakast, so ber ikki til at fáa besta ítróttarliga lutakastið. Men um tú skalt taka dagar ímillum ítróttarligu og fíggjarligu dreymarnar, hvat hevði tú so tikið framum hitt? - Tað er sjálvandi stór trygd og hevur nógv færri trupulleikar við sær, um vit fáa eitt gott fíggjarligt lutakast, men tá alt kemur til alt, so vil eg fegin hava eitt lutakast, sum ger, at ítróttarliga avbjóðingin verður so stór, sum tað ber til, og tað vil siga, at vit fáa nógvar dystir, og at vit fáa í hvussu so er eitt mótstøðulið, sum vit hava góðar møguleikar at vinna ímóti. Marran og ynskidreymurin Tað ber sjálvandi til at blanda bólkarnar á ógvuliga ymiskar mátar. Eitt av mest óhepnu lutakøstunum fyri Føroyar hevði verið hetta: Rumenia, Bulgaria, Georgia, Bosnia-Hersegovina, Hvítarussland og Føroyar. - Eg tori næstan ikki at hugsa um eitt so óheppið lutakast. Higartil hava vit verið spard fyri at fáa nógv mótstøðulond heilt har eysturi og suðuri í Europa, men sannlíkið er stórt fyri, at vit fáa okkurt av teimum í bólk saman við okkum, tí tey eru so nógv í tali, men tað skal vilja heilt illa til, um tað verður so galið, sum tað varð nevnt. Skulu vit fáa eitt lutakast, sum er ítróttarligt optimalt og samstundis ikki verður av leið fíggjarliga, so man dreymabólkurin ikki vera so langt frá hesum: Noreg, Frakland, Svøríki, Ísland, Føroyar og San Marino. Lítið á skránni í heyst Tá lutakastið hevur verið, fara føroysku umboðini í Gent at seta seg í sambandi við umboðini fyri londini, sum Føroyar eru komnar í bólk við. Tað verður mett sannlíkt, at longu sunnudagin fer at bera til at finna fram til ein dag og ein stað, har umboð fyri øll londini kunnu møtast um stutta tíð fyri at leggja skránna fyri undankappingina. Ítróttarsolsialurin hevur fyri nakað síðani havt dagarnar, sum UEFA hevur ásett, í blaðnum. Talan er ikki um serliga hóskandi spælidagar fyri Føroyar, men UEFA hevur sligið fast, at tað ber ikki til at gera avtalur uttanfyri løgdu dagarnar: - Eg rokni ikki við, at talan verður um hjá okkum at spæla meiri enn tveir dystir í heyst. Og tað hevur so aftur við sær, at tað verður rættuliga strevið í 1999, tí tá skulu vit fáa seks ella átta dystir frá hondini, sigur Jens Erik Magnussen. Pól Thorsteinsson ynskir sær Týskland Fótbóltur: - Eg havi í fleiri ár havt serliga tokka til Týskland, og tí hevði tað verðið stuttligt at sloppið at roynt seg móti teimum Pól Thorsteinsson hevur eftir stuttari tíð spælt seg til fast pláss á landsliðnum, og hansara stóra ynski til lutakastið sunnudagin, er stóra fótbóltstjóðin Týskland. - Eg havi í fleiri ár havt ein serligan tokka til Týskland, og tað hevði tí verið ómetaliga spennandi at sloppið at spælt ímóti teimum. - Men tað hevur eisini týdning, at vit fáa okkurt lið í okkara bólk, sum vit kunnu vinna á, og harvið koma longur fram á FIFA-styrkislistanum. Uni Arge droymir um Wembley Fótbóltur: Tað hevur eisini týdning at fáa eitt av veikaru londunum í okkara bólk, heldur álopsspælarin - Vit mugu sleppa at royna okkum á Wembley. Álopsspælarin Uni Arge er eisini ein av teimum, sum droymir um at sleppa at royna seg móti ensku heimsstjørnunum. - Danmark og Ísland ljóða eisini sum tveir spennandi mótstandarar, men eg hevði gjarna vilja, at vit fingið okkurt land í okkara bólk, sum vit kunnu vinna ímóti, t.d. Liecthenstein. Eisini Uni Arge vísur á, at tað er týdningarmikið, at Føroyar arbeiða seg upp eftir styrkislistanum hjá FIFA, og tað kann bert gerast gjøgnum góð úrslit og sigrar. - Tí hava vit brúk fyri onkrum landi í okkara bólki, sum vit kunnu koppa, sigur hann. Jens Martin vil hava England Fótbóltur: Landsliðsmálverjin hevur heldur einki ímóti at sleppa at royna kreftir við Danmark og Ísland Jens Martin Knudsen, mest royndi føroyski landsliðsspælarin, fer sunnudagin at sita klistraður til sjónvarpsskíggjan. Lutakastið um EM-bólkarnar er eins spennandi og ein dystur, og tað er eingin ivi um, hvat land Jens Martin helst vil royna seg ímóti. - Eg vil gjarna hava England í okkara bólk. Og av teimum sterkastu ljóða Italia og Holland eisini spennandi, sigur hann. - Annars er tað altíð stuttligast at sleppa at royna seg móti liðum, sum vit ikki hava spælt móti áður, men eg havi til dømis einki ímóti at fáa Danmark í okkara bólk enn einaferð. - Tað er týdningarmikið at vita arbeiða okkum upp eftir styrkislistanum, og tí er tað ongantíð betur um vit fáa okkurt av hinum liðunum í veikasta bólkinum í okkara bólk, sigur landsliðsmálverjin. Kyndlakvinnur í finaluni Hondbóltur: Kyndil vann sum væntað seinnu hálvfinaluna móti VÍF Tað gekk sum væntað, tá kvinnuliðini hjá Kyndli og VÍF spældu seinnu hálvfinaluna í steypakappingini hóskvøldið. Tá avtornaði, hevði Kyndil vunnið 34-16 í einum dysti, sum bert skuldi avgreiðast. Hinvegin gjørdu VÍF-kvinnurnar sær als ikki fyri skommum og spældu til tíðir eins væl og Neistin og StÍF, sum høvdu dystast beint áðrenn. Men tað var kortini ongantíð ivi um, hvønn veg sigurin fór. Kyndil hevði enntá yvirskot til at spara Lotte Sørensen stórar partar av dystinum. Hon hevur ligið oman fyri tíggju mál pr. dyst seinastu tíðina, men hesa ferð gjørdi hon bert fimm. Jórun Ludvig var besti málskjútti hjá Kyndli við átta málum, meðan Jacklin Djurhuus gjørdi seks mál móti sínum gomlu liðfeløgum úr VÍF, sum hon spældi við í fjør. VÍF kláraði at fylgja við fyrstu tíggju minuttirnar, men so líðandi gjørdist munurin millum 1. og 2. deild sjónligur, og Kyndil skoraði í so at siga hvørjum álopi, so støðan í hálvleikinum var 18-6. Seinni hálvleikur var eitt sindur javnari, men tá var dysturin langt síðani avgjørdur. Kyndil-VÍF 34-16 (18-6) Kyndil: Jórun Ludvig 8, Jacklin Djurhuus 6, Lotte Sørensen 5, Ann Hansen 4, Frida S. Johannesen 3, Semona Fjallstein 2, Rakul N. Joensen 2, Brynhild Klein 2, Herborg Joensen 1, Jensia Petersen 1. VÍF: Angelic Jógvansdóttir 5, Laila Friis 4, Óluva Poulsen 3, Annleyg D. Hansen 2, Fríða Johannesen 1, Eyð Klein Olsen 1. Neistin vann ússaliga hálvfinalu Hondbóltur: Hálvfinalan millum kvinnuliðini var vánaligasti dystur, ið leingi er sæddur í høllini á Hálsi Neistin vann hóskvøldið seinnu hálvfinaluna í steypakappingini hjá kvinnum móti StÍF, men tað var uttan stórspæl. Dysturin millum tað, sum skal eitast at vera tvey tey bestu kvinnuliðini í føroyskum hondbólti, var syndarliga vánaligur. Einki skil var á spælinum hjá hvørgum av liðunum, men um dysturin skuldi hava nakran vinnara, so var tað eftir spælinum frægari, at tað var Neistin. Neistakvinnur fingu eina góða byrjan, og tá 18 minuttir vóru farnir, var støðan 7-0 til heimaliðið. Tað sigur eitt sindur um avrikið hjá StÍF fyrstu løturnar, at tær ikki fingu nakað mál, fyrr enn hálvleikurin var meir enn hálvrunnin. Men hóast Neistin sostatt fekk greiða leiðslu beinanvegin, megnaðu strandakvinnur at stríða seg inn í dystin aftur, og spenningur kom í aftur. Fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki, so undan dystinum var alt at spæla um, og tá hálvleikur var, var støðan 8-5. StÍF-venjarin tosaði ivaleyst við stórum bókstavum í hálvleikssteðginum, og í seinna hálvleiki var meira bit í strandakvinnum. Tvær ferðir vóru tær nær við at taka Neistan aftur, og bert eitt mál var á muni, men tað gekk ikki, og í longdini vóru tað royndirnar hjá Neistaliðnum, sum vórðu avgerandi. Men við einum avriki sum hóskvøldið hevur Neistin ikki nógvar møguleikar fyri at vinna finaluna móti Kyndli, sum er væl fyri í løtuni. Hinvegin eru dystirnir millum Neistan og Kyndil altíð torførir at spáa um, og Neistin fer allarhelst at spæla betur enn hóskvøldið, so vit kunnu ivaleyst rokna við eini spennandi finalu. elj Neistin-StÍF 16-14 (8-5) Neistin: Rúna Wardum 5, Kára á Dunga 4, Inga Danberg 2, Mildrið Jacobsen 2, Lovisa Jørgensen 2, Susan Brockie 1. StÍF: Signhild Petersen 7, Bjørg Mikkelsen 3, Paula B. Jacobsen 2, Eyðleyg Mikkelsen 2. Útvísingar: Neistin 3, StÍF 2. FRANK AAEN: Danski Bank hevur logið fyri føroyingum Fíggjareftirlitið er tann stóri skurkurin allan vegin ígjøgnum - líka frá Schlüther'sa tíð, og hann ræður heilt sikkurt føroyingum til at reisa eindurgjaldskrav og biðu donsku stjórnina um at hjálpa føroyingum Fíggjareftirlitið er tann stóri skurkurin allan vegin ígjøgnum - líka frá Schlüther'sa tíð, og hann ræður heilt sikkurt føroyingum til at reisa eindurgjaldskrav og biðu donsku stjórnina um at hjálpa føroyingum Bankamálið tyngjandi fyri toppfólk í Danmark Bankakanningin kann gerast álvarsom tyngjan fyri toppfólk í donskum politikki og vinnulívi Í Danmark vænta tey, at Mogens Lykketoft ridlarŠ Kanningarúrslitið hjá Jørgen Grønborg fer at avdúka, at Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, hevði ein týðandi leiklut í stýringini av bankakreppuni í Føroyum, skrivar danska blaðið Jyllands-Posten. Í apríl 1993 - stutt eftir, at føroyingar vórðu tvungnir at taka yvir Føroya Banka - gav Mogens Lykketoft Fíggjareftirlitinum boð um - enntá gjøgnum telefonina - at lata vera við at kanna Føroya Banka. Stjórin í Fíggjareftirlitinum skuldi >>skynde sig langsomt,<< segði fíggjarmálaráðharrin - hóast Lykketoft ikki hevði eftirlitið við bankunum, sum sítt øki. Men eisini Den Danske Bank og toppstjórin har, Peter Straarup, koma sambært Jyllands-Postinum í misljós, tá rapportin verður almannakunngjørd seinnapartin. Kanningarnevndin fer - sambært Jyllands-Postinum - at benda á, at Føroya Banki var í nógv verri skørum, enn almennu roknskapartølini vístu. Kortini pástóð Peter Straarup, bankastjóri, fyri Føroya Landsstýri, at >>Banken ikke havde brug for mere kapital<< Viðmerkingin skal verða fallin undir samráðingarum tann 17. mars 1993. Leiðslan í Den Danske Bank hevur síðani afturvíst, at hendan viðmerkingin nakrantíð er fallin - men kanningarnevndin hevur fingið prógv fyri, at Peter Straarup hevur givið hetta lyftið - væl vitandi um, at hetta ikki var veruliga støða bankans - sum álvarsliga tørvaði kapital, skrivar Jyllands-Posturin Harra Zakarias Wang Ikki óraði tað meg, tá eg setti navn mítt undir eitt adressu tiltak sum eg fekk stungið í hondina, sum segðist at hava til endamáls, at halda fólkafund, landi og fólki at frama, at eg tá var við at geva tær høvi til slíkan óhøviskan málburð og orðaval, sum ikki áður hevur ljóðað á røðarapalli her, tað oyggjarnar hava staðið, tað kom mær ikki til hugs. Skal tað vera í slíkum anda, ið bert ber brá av illvilja og haturi móti aðrari tjóð og fólki - so víki eg frá fedranna læru og hellufastari siðvenju og tað, ið lagt varð í okkum sum óvitar, nevniliga at bera okkum heiðurliga og høviska at - og ikki minst tá ókunnufólk og fremmandir vóru á ferð og vitjan, og hesum siði fari eg ikki at venda baki. Í mongum føri man hettar vera meir at kalla ófrætta tala og framferð at hoyra, fyri vára uml. 20.000 landsmenn og góðu kenningar av føroya landi, ið búgvandi eru niðri, og víðari umkring heimin. Tað skal so navn mítt í komandi tíð ikki standa sum skorða og stuðul til. So harra Vang! Vinsamiliga strika í hvørt fall mítt navn úr hesi tíni prosess, ið hevur jarðlagt okkum bæði heiður og æru frá, sum tú hvørki í heiðum ella halgum skriftum finnur viðhald í - tí her er tað umdømið hjá tínum egna fólki ið um er at tala, og tú gjørdi teg til talsmann fyri allar føroyingar tá handa tín feigdarrøða varð hildin á vaglinum fyrst í hesum árinum. Kvívík 13. jan. 98 Viggo Johannessen Kári Dalsgaard Petersen Landsskaðiligt virksemi - Heystið 1992 yvirtóku Føroyar til føroyskt sermál ráevni í undirgrundini. Hetta hendi eftir tógvið stríð í nógv ár. Yvirtøkan merkir, at allur rættur til at gera av um leitast skal eftir olju, nær leitast skal og hvør skal sleppa at leita, liggur hjá føroyskum myndugkeikum. Afturat hesum kemur, at allur møguligur vinningur er føroysk ogn. Landsstýrið, oljufyrisiting, oljuráðleggingarnevnd og ikki minst Føroya løgting hava síðani yvirtøkuna arbeitt út frá hesum fortreytum. Men, ein fólkaflokkstingmaður er ikki nøgdur. Hóast eina greiða avtalu millum landsstýrið og donsku stjórnina um, at vit hava allan rættin til ráevni í undirgrundini, so spyr hann donsku stjórnina, hvør hevur henda rættin. Við øð rum orðum, hann sáar iva um tað nú er rætt, at tað eru vit sum hava avgerðarrættin. Úrslitið bleiv, at nú kemur ein av hesum ivaleyst vælmeinandi útlendingunum og nærmast ræður oljufeløgum frá at gera nakra avtalu við føroyskar myndugleikar um leitingarloyvi, tí ræðisrætturin hjá Føroyingum er so ivasamur. Tað er framvegis eingin ivingur um, at við yvirtøkuni er ræðið á ráevnum í undirgrundini flutt heim til Føroya. Men uttan fyri Føroyar hevur tað eydnast fólkaflokstingmanninum at sáa iva um hetta, ein ivi, sum kann koma at kosta dýrt. Anne-Birgitte Lundholdt: Eg havi onga viðmerking Anne-Birgitte Lundholdt fekk at vita, at hon ikki hevði týdning í málinum, og at hon tí ikki skuldi avhoyrast. Anne-Birgitte Lundholdt vil ikki siga nakað sum helst. Við Sosialin í Keypmannahavn sigur hon: - Eg eri ikki í politikki meira, tí havi eg onga viðmerking. Kanst tú váttað, at tú ikki ert avhoyrd? - Ja, tað kann eg. Tá fyrsta avhoyringarumfar var av, fekk eg bræv frá kanningarnevndini, har teir søgdu at teir ikki hildu, at eg var áhugaverd í málinum, og at eg tí ikki skuldi avhoyrast. Fyri stuttum fór Anne-Birgitte Lundholdt úr Fólkatinginum, tá hon fekk tilboðið stjórastarv. Viðmerkingarnar frá Anne-Birgitte Lundholdt afturvísa tí sum Lise Lyck segði, við fjølmiðlarnar í gjár. Tá segði hon, at frágreiðingin var óbrúkilig, tí Anne-Birgitte Lundholdt og Anders Fogh Rasmussen ikki vóru avhoyrd. Tey vóru eftir hennara meting týdningarmiklir persónar í øllum málinum. Bankafrágreiðin komin til Føroya Fyri løtu síðani lendið flogfarið hjá Maersk, í Vágum og umborð var bankafrágreiðingin. Fyri løtu síðani lendið flogfarið hjá Maersk, í Vágum. Umborð var bankafrágreiðingin, sum skal latast Landsstýrinum, klokkan trý seinnapartin. Fyri at eingin ivi skuldi verða um, at frágreiðingin kom væl fram, vóru tveir danskir løgreglumenn við á ferðini. Tó var snýtt eitt sindur. Klokkan 8.00 í morgun fekk Edmund Joensen, løgmaður, handa eitt eintak av frágreiðingini. Nøkur eintøk av frágreiðingini, komu longu til Føroya í gjár, við flogfarinum hjá Atlantsflog. Hetta varð óiva gjørt tí, at veðurvánirnar fyri í dag, søgdu frá vindi og kava. Nú er so bara at bíða í spenningi, inntil klokkan verður trý. Tá verður frágreiðingin almannakunngjørd, og klokkan fimm seinnapartin hevur Edmund Joensen, løgmaður, tíðindafund á Parnassinum á Hotel Hafnia. Bankamálið er minni enn Tamilmálið Bankakanningin fellur ongan dóm yvir tað, sum hent er. Hon er bara upplýsandi, sigur Ralf Pittelkow, politiskur eygleiðari. Og bankafrágreiðingin fer neyvan at koma stjórnini í politiskar trupuleikar, metir hann Tað verður neyvan bankamálið, sum fer at hála teppið undan Poul Nyrup Rasmussen stjórnini, heldur ein kendur, politiskur eygleiðari í Danmark, Ralf Pittelkow. Í samband við, at bankakanningin klokkan átta fríggjamorgnunin varð handað Frank Jensen, løgmálaráðharra, segði Ralf Pittelkow, at av tí, at kanningin bara er upplýsandi, leggur hon samstundis upp til møguleikar fyri politiskum tulkingum. Og hann metir, at Poul Nyrup Rasmussen tekur málið so róliga, at hann avgjørt ikki er bangin fyri tí, sum í frágreiðingini fer at standa. Úr Forsætismálaráðnum verður sagt, at sjálvandi er forsætisráðharrin róligur. >>Hann veit ikki enn, hvat stendur í frágreiðingini, men hann veit, hvønn leiklut hann sjálvur hevur havt, og hann hevur als einki at óttast,<< segði forsætismálaráðið í viðmerking seinnapartin hósdagin. Hinvegin heldur Ralf Pittelkow, at eingin ivi er um, at bankafrágreiðingin fer at koma við ákoyringum fyri tað, sum farið er fram. Men hann væntar ikki, at tær eru so tyngjandi, at nakar meiriluti fæst í Fólkatinginum fyri at fella stjórnina upp á hetta málið, hóast borgarliga andstøðan roynir tað, hon kann, fyri at fáa koppað Nyrup. Uffe ofrar Føroyar Vinstraflokkurin og teir Konservativu velja at leggja dent á at fella Poul Nyrup Rasmussen upp á bankafrágreiðingina heldur enn at viðgera tað, sum stendur í henni Andstøðan á Christiansborg roynir at brúka bankamálið til at finna eitthvørt, sum kann fella Poul Nyrup Rasmussen. Og so ger tað eftir øllum at døma minni, hvat stendur í sjálvari frágreiðingini. Bara tað skaðar Nyrup. Strategiin hjá teimum borgarligu er klár. Kjakið um, hvørt danir hava snýtt føroyingar ella ikki, skal doyvast niður. Í staðin skal ljóskastarin setast beinleiðis á Poul Nyrup Ramsussen, forsætisráðharra, til tess at finna út av, um hann leyg fyri Fólkatinginum, tá hann hin 24. mai 1995 segði, at hann ikki fyrr enn hin 12. mai sama ár fekk kunnleika um eitt sera týdningarmikið skjal í bankamálinum. Men Berlingske Tidende heldur í dag, at bert ein ógvuliga hørð frágreiðing fer at fella forsætisráðharran. Og mest sannlíkt er, at hann hórar undan. Um niðurstøðan í frágreiðingini ikki verður ákærandi móti stjórnini og týðuliga vísir, at forsætisráðharrin hevur gjørt okkurt galið, verður hann neyvan feldur, halda teir borgarligu í Danmark. Tað verður sutt sagt ov torført at samla ein meiriluta fyri at fella hann. Men teir royna kortini og leita við lykt eftir øllum í bankafrágreiðingini, sum bara kann koma Nyrup tvørt fyri. At teir hava valt hesa linjuna, heldur enn at viðgera frágreiðingina sum so, metir Berlignske Tidende soleiðis, at tann Føroyavinarligi politikkurin, serliga Uffe Ellemenn Jensen, hevur givið til sjóndar, er við at venda. Og føroyingar skulu als ikki vænta, at ein møgulig, komandi borgarlig stjórn fer at koma norður yvir við stórum kekkum,um teir fáa fíggjarligu ábyrgdina. Men kanska vilja teir als ikki hava nakað val nú kortini, heldur blaðið. Tað veðrur skjótt fólkaatkvøða um Amsterdam sáttmálan, og tað hevði - í borgarligum eygum - helst ikki verið heilt av leið, um Nyrup sat við róðrið tá. Tí teir socialdemokratisku veljararnir eru teir, sum eru mest ivasamir um ES. Og Uffe Ellemann-Jensen hevur sagt, at Amsterdamsáttmálin gongur fram um alt. Har við eisini føroyingar og teirra bankamál.So tað kann kanska geva eina ábending á, hví teir borgarligu eftir øllum at døma heldur vilja tosa um at fella Nyrup, enn at tosa um sjálva bankakanningina. Mismunur verður gjørdur Hetta segði Jóhannes Martin Olsen við tíðindastovuna Reuter, seinnapartin hósdagin. Tað hann sipar til er, at frágreiðingin frá bankakanningarnevndini verður latin Frank Jensen, løgmálaráðharra, klokkan 8.00 fríggjamorgunin, meðan Føroya landsstýrið ikki fær frágreiðingina fyrr enn kl. 15.00 Sambært tiðindastovuni Reuter, hevur tað vakt øsing í Føroyum, at danski løgmálaráðharrin, Frank Jensen, longu fær frágreiðingina klokkan 08.00 fríggjamorgunin. Jóhannes Martin Olsen, fólkatingsmaður, sigur við Reuter, at tað er skeivt, at danska stjórnin fær frágreiðingina, so langa tíð áðrenn føroysku myndugleikarnir. - Rættast var, um danska stjórnin ikki fekk frágreiðingina, fyrr enn hon trygt var komin til Føroya. Jóhannes Martin Olsen heldur, at frágreiðingin skal sendast til Føroya í einari innsiglaðari bingju, so at vissa er fyri, at ikki annar parturin fær fyrimun fram um hin. - Tað hava verið nóg nógvar misskiljingar í samstarvinum millum Føroyar og Danmark. Vit hava ikki brúk fyri fleiri. Orsøkin til, at Jóhannes Martin Olsen er eitt sindur bangin fyri um frágreiðingin kemur fram, er sjálvandi veðrið. Hann sigur: - Verða ring floglíkindir í Føroyum í morgin, so er vandi fyri, at enn størri mismunur verður gjørdur. Tað kann enda við, at danska stjórnin fær ein tíðarfyrimun, uppá eitt ella tvey samdøgur. - Hetta er ringasta ársins tíð, tá vit tosað um veður, og tað er ongin trygd fyri, at flogfari kann seta seg. Veðurvánirnar fyri fríggjadagin eru heldur ikki tær bestu. Sambært Veðurstovuni hjá DMI í Keypmannahavn, hava vit útlit til strúkan vind og kava í morgin. Reuter skrivar at enda, at verður veðrið orsøkin til, at frágreiðingin ikki kemur rættsatundis til landið, so verður almannakunngerðingin í Keypmannahavn útsett samsvarandi. Bankafrágreiðingin er ivasom Tað er løgið, at Grønborgnevndin ikki heldur tað vera neyðugt at avhoyra tveir ráðharrar í Schlüterstjórnini, sigur Lise Lyck, sum sáðar iva um virðið av bankakanningini og frágreiðingini, sum verður almannakunngjørd í dag Longu áðrenn bankafrágreiðingin alment hevur sæð dagsins ljós, verður ivi sáddur um, hvørt nøkur sum helst nytta er í øllum hesum stásinum, borðreitt verður við . Tað er Føroyaserfrøðingurin Lise Lyck, sum sigur við danska blaðið Berlingske Tidende í dag, at tað tykist løgið, at tveir ráðharrar hjá Poul Schlüter, fyrrverandi forsætisráðharra, als ikki eru avhoyrdir. Lise Lyck undrast á, hví hvørki Anne Birgitte Lundholt úr Koservativa Fólkaflokkinum, sum var ídnaðarráðharri, ella Anders Fogh Rasmussen, úr Vinstraflokkinum, sum var skatta- og búskaparráðharri, als ikki hava verið avhoyrd. Sum ídnaðarmálaráðharri, hevði Anne Birgitte Lundholt endaligu ábyrgdina av Fíggjareftirlitinum, sum er ein rættiliga stórur partur í hesum málinum. Eisini onnur viðurskifti tykjast vera, sum gingið er heldur lættliga um í samband við avhoyringarnar í bankakanningini. Sambært Berlingske Tidende hevur ein ónevndur politikkari sagt fyri blaðnum, at tað var spurt ógvuliga lítið um, hvørjar ætlanir Den Danske Bank hevði við dótturfelagnum Føroya Banka. Ein annar politikkari, sum blaðið hevur tosað við, upplivdi avhoyringarnar sum >>hugnaligar<<. Lise Lyck er í iva um góðskuna í kanningini. >>Tað er sera umráðandi, at kanningin umfatar øll, sum hava havt ein umsitingarligan ella politiskan lut í sakini. Ella kann tað ganga út yvir góðskuna. Tað er tíverri okkurt, sum bendir á, at vit fáa eina kanning fyri og aðra eftir, tí einki verður gjørt ordiligt frá byrjan,<< sigur Lise Lyck við Berlingske Tidende. Hon heldur, at líkamikið hvønn lut, hesir báðir ráðharrarnir hava havt, og líkamikið, hvønn týdning fundurin hin 5. oktober 1992 hevði, er tað avgerandi at fáa lýst alt, sum farið er fram í málinum. Frágreiðingin eigur at vera soleiðis, at til ber at seta ymsu tættirnar upp móti hvørjum øðrum, sigur Lise Lyck. Lykketoft er tann stóri syndarin Tv Avísin hjá Danmarks Radio visti klokkan 21 hóskvøldið at siga, at Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, fær harðar ákoyringar í frágreiðingini frá bankakanningini, sum ikki kemur út fyrr enn um eitt knapt samdøgur Longu umleið eitt samdøgur áðrenn bankakanningin verður almannakunngjørd, veit TV Avísin hjá Danmarks Radio at siga, at Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, stendur fyri skotum. Sambært Danmarks Radio, hevur Mogens Lykketoft í apríl mánaða 1993 heitt á Ejgil Mølgaard, stjóra í Fíggjareftirlitinum um at skunda sær spakuliga. Og júst Fíggjareftirlitið hevur rættiliga staðið fyri skotum og verið lagt undir at havt alt ov tætt samband við Den Danske Bank. Í somu sending gramdi Johannes Martin Olsen, fólkatingslimur, seg um, at tað var ikki rætt, at frágreiðingin varð almannakunngjørd í fríggjadagin, sama dag, sum hon verður flogin til Føroya. Johannes Martin Olsen segði seg óttast, at veðurlíkindini fóru at gera, at flogfarið kanska ikki fekk lent í Vágum. Og so fingu danir eitt heilt samdøgur meira at lesa frágreiðingina í, enn føroyingar, segði Johannes Martin Olsen. Eisini hevur verið nakað av misljóði um, at stjórnin fær kanningina longu klokkan átta fríggjamorgunin. Men tað fær Edmund Joensen, løgmaður, sambært danska sjónvarpinum, eisini. Og er tað rætt, er í hvussu er eitt eintak av frágreiðingini longu komið til Føroya. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Spenningur upp undir avdúkingina Tað er stórur aktivitetur á Føroysku Viðskiftastovuni í Keypmannahavn dagin fyri, úrslitið av bankakanningini verður kunngjørt Eini 12 føroysk tíðindafólk hava sína gongd á Viðskiftastovuni um dagarnar. Og ørindini eru, sum vera man, at fáa alt við, sum er at vinna í samband við bankakanningina. Eisini donsk fjølmiðlafólk hava verið á gátt og hugt at, hvussu føroyingarnir innrætta seg til ta stóru løtuna. Fríggjadagin klokkan 16 verður so greitt, hvat Grønborg & Co. eru komnir til. Sosialurin hevur tosað við Lise Lyck, sum er serfrøðingur í donskum, føroyskum viðurskiftum, um útlitini fyri tí, sum kanska fer at koma fram. Sjálvandi ber ikki til framman undan at siga, hvat stendur í frágreiðingini. Men Lise Lyck væntar, at dentur verður lagdur á at vísa, um, og í játtandi føri, hvat og hvussu tætt samband verið hervur millum Den Danske Bank og Fíggjareftirlitið. Eisini heldur Lise Lyck, at spennandi hevði verið at vitað, hvør orsøkin var til, at myndugleikarnir slúktu 1992 roknskapinum hjá bankanum ráum. Lise Lyck er forvitin eftir at vita, hvussu sjálv góðskan av kanningini - arbeiðið, sum gjørt er - er úr hondum greitt. Verður tað soleiðis, at fólk, aftan á, at úrslitið fyriliggur, fara at siga, at har mangla skjøl, sum áttu at verið komin fram? Um so verður, eru vit ikki liðug bara við hesi kanningini. So verður kravd minst ein afturat. Eitt annað mál, sum serliga politiska andstøðan á Christiansborg fer at leggja dent á, er hvussu nógv Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri kendi til málið, og um hann hevur sagt ósatt ella bara latið vera við at siga tað, hann hevur vitað. Eingin ivi er um, heldur Lise Lyck, at andstøðan fer at gera tað, hon er ment, fyri at ávísa, at Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri hevur logið í hesum málinum. Men tað eru ikki bara føroyskir og danskir fjølmiðlar, sum hava víst hesum málinum áhuga seinastu dagarnar. Heimskenda blaðið Financial Times hevur skrivað um fíggjaviðurskifti Danmarkar og Føroya. Og norskir og svenkir fjølmiðlar eru eisini farnir at vísa málinum rættiligan áhuga. Lise Lyck segði við Sosialin hóskvøldið, at hon hevur tosað við ikki færri enn 34 journalistar, sum vilja frætta um málið. Og tað er alt frá eini kronologiskari gjøgnumgongd til metingar av, hvat kann henda, um kanningarúrslitið sigur so ella so. Beint, sum vit fingu samband við hana, kom hon aftur frá eini samrøðu, hon hevði havt við svenskt sjónvarp. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Er Eilif Samuelsen fullgóður? Upplýst er í Dimmalætting, at hægsti maður í tí tindtempul høgu umsitingarborgini í Tinganesi ikki hevur lisið eina krystallkára avtalu millum landsstýrið og lærararnar í studentaskúlunum. Afturfyri, at so er vorðið, skipar landsstýrið fyri, at tey, ið ætla sær at taka eitt líkinda studentsprógv í summar, sum eina seinastu heilsan skulu fáa ein undir vangan frá teimum almennu Føroyum. Eins og við skattalættanum til sjómenn, ið skal dragast innaftur av reiðarunum, býr eisini nakað undir ætlan landsstýrisins við at knúska næmingarnar í studentaskúlunum. Herðindini av jólahýrinum skulu takast innaftur við at spara pening upp á ungdómin, og hesir næmingar skulu so verða rambukkurin, sum skal spreingja næmingatalið í tí samlaða skúlaverkinum uppeftir. Henda politiska ætlanin hjá landsstýrismanninum fer at hava rembingar við sær líka niður í 1. flokk. Við at hækka næmingatalið í flokkunum sparir tað almenna pening á pappírinum, men hugsar ikki um fylgjurnar av stuttskygdum loysnum, sum í hesum føri ganga út yvir næmingarnar og serliga tann tyngra partin. Um fá ár - tá ið tey vánaligu úrslitini síggjast - sleppa likvidatorarnir síðani at hóreiggja sær av vánaligum skúlaskapi og vánaligum lærarum, soleiðis at sleppast kann undir eina privatisering av skúlaverkinum, har privatskúlar við almennum studningi fara at skjóta upp sum hundalond. Talan er um eitt brotsverk frá almennari síðu móti ungdómi okkara, ávirkanin framyvir man heldur ikki fara at sláa falskar mentur. Ungdómurin, ið ætlar sær at nema bókliga útbúgving, fer heldur av landinum í hesum ørindum, enn at vága sær at gerast kastibløka hjá kensluleysum og stuttskygdum politikkarum. Neyvan nakra aðrastaðni í verðini verður almenn útbúgving løgd lamin av roknivillum og tvørum fólki í tí avgerandi løtu, hon skal takast inn um stokkin. Tey yngru, ið koma aftaná, ætla sær sjálvandi ikki at vera fyri tílikari viðferð og fara tí at royna at fáa sær útbúgving onkra aðrastaðni enn í Føroyum. Ikki neyðturviliga í Danmark, men bara onkra aðrastaðni úti í heimi, har tey ikki hava hoyrt um Eilif Samuelsen og hansara politisku hundakynstur. Ein landsstýrismaður skal røkja sítt starv á fullgóðan hátt, og tað ger Eilif Samuelsen á ongan hátt. Eitt er, at fólkaflokkurin, verkamannafylkingin og KrF heldur enn fegin halda lív í hesum landsstýrismanni, men tíðin man avgjørt vera komin hjá løgtinginum at taka støðu til, um játtaði peningurin innan skúlaverkið verður nýttur á skilagóðan hátt. At leiða fleiri hundrað ungdómar í óføri uttan veruligar grundgevingar, men einans av býttisligum stoltleika kann ikki verða ókeypis. Tað syrgir vónandi løgtingið, sum m.a. hevur ábyrgdina av, at landsstýrismenn røkja sítt starv á fullgóðan hátt, fyri. Dýri vigidagur Frágreiðingin frá bankakanningarnvendini er komin Donsk rasisma Tað eru ávísir einstaklingar í Danmark og Føroyum, sum forpestað viðurskiftini millum danir og føroyingar. M.a. hesar eru Ole Hyltoft og Óli Breckmann UTTAN mun til hvat úrslitið verður av bankakanningini, er greitt, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og millum vanligar føroyingar og danir longu eru vorðin so forpestað av illgitingum, tørvandi vitan, óndskapi og fyri ikki at sigat rasismu, at tað skal nógv til fyri at byggja uppaftur sínamillum álitið. Hetta er sera spell, tí stóra fjøldin av føroyingum og dønum hevur altíð staðið væl um sótt, ja føroyingar og danir hava í mangum kent seg sum brøður og systrar. TAÐ er tí ómetaliga spell, tá danskir skribentar, sum viga tungt í ávísum fjølmiðlum, seta óneyðugar og óverdugar kílar í hetta annars nátúrliga bróður-systur forholdið. At politikarar høgga eftir hvørjum øðrum - at ósemja og stríð valdar millum flokkar og lond - er ein partur av gerandis veruleikanum. Men at slíkar ósemjur verða brúktar av einsaklingum til at sáa misálit og vanvirðing millum vanliga danan og føroyingin er tragiskt, ja óhugnaligt. Hvørji eru so hesi fólkini, sum brúka politiskar gølur og ósemjur til at seta vanliga danan upp móti føroyingum og øvugt! EIN teirra eitur Ole Hyltoft. Grein hann hevði í Ekstrablaðnum 7. januar í ár er so niðursetandi og vamlislig, at hon átti ikki at verið komin á prent. Men lad gå - vit tolerara frælsi hjá hvørjum einstøkum at siga sína hugsan. Greinin hjá Ole Hyltoft er tó meira enn bara ein hugsan, ein meining. Hon nærkast tí ein kann kalla rasismu av fúlasta slag - ja minnir ikki sørt um reinan devulskap fyri at brúka orðið, sum illustrerar hesa grein einabest. Fyri at lesarar kunnu gera sær eina meining um hetta fara vit at endurgeva orðini hjá hesum dananum, sum kortini ikki umboðar vanliga danskaran. Greinin verður prentað í fullum líki: "Nyrup landede på Færøerne. Øernes finansminister og halvdelen af Lagtinget ville ikke hilse på ham. Hvad er det, jeg altid har sagt? Under de færøske nissehuer skjuler sig et krater av boblende galskab. Her kommer repræsentanten for os, der poster millioner og atter millioner op i de tobenede bjerggeder, og så undlader de ikke bare at sige tak, de stikker ikke engang kloven frem til hilsen. Pas på vi ikke sælger jer til briterne, de fedtmåse. Så skal I nok få kærligheden at føle. Sagen er, at man må blive splitterravende skør af at bo på nogle udslukte vulkaner midt ude i Atlanterhavet, hvor det altid regner. De giver ø-kuller. Den eneste effektive løsning på bankkrisen er at flytte alle færinger herned til Danmark. Giv dem en ø at bo på, en mild, rund, dansk ø. Så vil de såmænd hurtigt blive gode danskere. Og send så Hells Angels og Banditos op til Færøerne. De kan få en ø hver deroppe, og lege blodhævn så længe der er nogen af dem tilbage. I overgangsfasen kan færinger få krisehjælp". HETTA vóru orðini frá einum kendum dana.Ironi vil onkur siga. Tola føroyingarnir ikki skemt spyr onkur! Nettup ironiin verður brúkt, tá tú er mest rasistiskur. Orðini raka langt undir tað ein kann krevja av einum siviliseraðum persóni. Er hetta nakað at byggja álit og virðing uppá millum tvey fólk! Er veruleikin veruliga so einfaldur, sum hann her verður gjørdur til Nytoft! Tú er einki frægari enn teir donsku embætismenn, politikarar og ávís fjølmiðlafólk, sum hava so avgjørdar meiningar um Føroyar og føroyingar - uttan nakrantíð at hava givið sær tíð og stundir til at sett seg inn í viðurskiftini í einum oyggjalandi. Felagsnevnarin fyri slík fólk er óvitinheit, intoleransa, vanvirðing, tramansskapur fyri ikki at siga, tí ið nærkast rasismu. Men rætt skal vera rætt. Vit hava eisini ein part av skyldini, at vit verða uppfatað á slíkan hátt. Í meira enn 10 ár hevur Óli Breckmann ført føroyskan innanríkispolitikk á fólkatingi og tað er m.a. honum fyri at" takka", at nógvir danir einki hava til yvurs fyri føroyingum At ein fyrrv. politikari undir mótmælisgongu í Havn samanber Nyrup við Hitler ger ikki støðu okkara betri. Slíkt sømir seg ikki einum upplýstum fólki. Eru vit ónøgd og ósamd við danskar politikarar eiga vit ikki at brúka somu metodur móti dønum, sum Ole Hyltoft og hansara líkar brúka móti føroyingum. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Strúkur í vindi upp í hvassan vind av norði og útnyrðingi, 10-15 m/s. Kavaæl, men eisini sær sólin av og á. 1-5 kuldastig. Veðrið sunudagin: Strúkur í vindi upp í hvassan vind, høgætt, 10-15 m/s, vaksandi til 13-18 m/s. Kavaæl, men eisini sær sólin. 2-7 kuldastig. Veðrið mánadagin: Framvegis fyrst strúkur í vindi upp í hvassan vind av norði og útnyrðingi, 10-15 m/s, men seinni gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5-8 m/s. Færri kavaæl, og hitin um frostmarkið. Veðrið týsdagin og mikudagin: Sum frá líður hvassur vindur ella skrið av suðri, 15-20 m/s, og regn av útsynningi. Seinni útsynningur í ættini, og tað slítur í. Hitin oman fyri frostmarkið. Í gjár: Eitt lágtrýst yvir Norskahavinum gongur eitt sindur í ein landnyrðing til móti Lofoten. Millum lágtrýstið og eitt hátrýst yvir Grønlandi rekur køld luft við kavaælum norðaneftir inn yvir Føroyar: Í dag: Eitt lítið lágtrýst sunnan fyri Svalbard gongur í ein sunnan og dýpist. Tað fer í dag eystureftir inn yvir Miðskandinaviu. FR verður broytt til FO Postverk Føroya hevur givið umheiminum boð um, at frá 1. apríl 1998 skal á sendingum til Føroya nýtast FO í móttakaraheitinum ístaðin fyri sum higartil FR. Síðani postverkini fóru at nýta bókstavir og postnummur fyri at fáa postin rættari og harvið skjótari fram - nýttir blivu somu bókstavir sum vórðu settir á akførini - er blivið meira vanligt eisini í øðrum samanhangi at nýta bókstavir. Ein hin mest nýtta bókstavakoda, kallað ISO, hevur eina tíð verið nýtt á føroysku akførunum, har bókstavirnir FO verða nýttir. Eftir ISO kodunum hevur Frakland bókstavirnar FR, og hetta er ikki so heppið fyri okkum. Postverk Føroya hevur soleiðis tikið avleiðingarnar av áðurnevndu broytingum. Tá broytingardagurin er settur til 1. apríl, er hetta ikki heilt tilvildarligt. Sjálvt um hetta er stovningardagur Postverk Føroya, er dagurin heldur ásettur við tí fyri eygað, at hann skal fella saman við degnum, telefonnumrini verða broytt. Soleiðis kunnu rættingar á prentlutum v.m. verða gjørdar í einum. Tiltøk Konfirmatióni í Havnar kirkju Konfirmatiónirnar í Havnar kirkju verða 29. mars og 5. apríl. Konfirmantarnir hittast í Eysturskúlanum mánadagin 19. januar kl. 15.00. Markið millum eystaru og vestaru kirkjusókn er Tróndargøta, Varðagøta og Villingardalsvegur. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 19: Møti. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Vagn í Geil talar. Biðið verður fyri sjúkum. Øll eru vælkomin. Ebenezer Sunnudagin kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18: Evangeliskt møti, har Levi Joensen og aðrir úr Betesda tala. Sunnukvøldið kl. 21: Útimøti. Mánakvøldið kl. 20: Bønarmøti. Mikukvøldið kl. 20: Uppbyggingarmøti. Hóskvøldið kl. 20.30: Ungdómsmøti. Frelsunarherurin, Tórshavn Í kvøld kl. 20: Møti v/ J. Vestergaard o.ø. Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti. Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bøn. Sunnukvøldið kl. 18: Møti v/ J. Vestergaard o.ø. Aglow, Tórshavn Fundur verður í kantinuni á Læraraskúlanum í kvøld kl. 20. Allar kvinnur eru vælkomnar. Farvæl til Jonu Almenn samkoma verður í KFUK sunnudagin kl. 15. Niels J. Nielsen, trúboði, hevur inngang og skótarnir luttaka. Møguleiki verður at geva Jonu eina heilsan. Øll eru vælkomin. Missiónshúsið, Vestmanna Missiónsvikan heldur fram í kvøld kl. 20 við luttøku úr Sandoynni við talu og sangi. Sunnudagin kl. 12 gudstænasta við Una Næs, presti, sandoyingar syngja. Sunnudagin kl. 14.30: Sunnudagsskúli við sandoyingum. Sunnukvøldið kl. 18: Møti við luttøku úr Sandoynni við talu og sangi. Lívsins Orð Barnamøti verður í dag kl. 17 og møti sunnumorgunin kl. 10.30. Keldan, Skálafirði Í kvøld kl. 21: Opið hús v/ Paula Høj. Evni: Bøn. Sunnudagin kl. 17: Møti v/ Jón Joensen. Barnamøti kl. 17. Meinigheitshúsið á Skála Einki bønarmøti, ungdómsmøti og møti hesa vikuna vegna missiónsviku á Strondum. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18: Møti v/ Tove og John Hammer. Øll eru hjartaliga vælkomin. Meinigheitshúsið í Vági Vikuskiftismøtir við Niels Jacob Nielsen og Regin Høgnesen verða frá hósdegnum 22. jan. til sunnudagin 25. jan. Møtini verða kl. 20.00, tó sunnukvøldið kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31551809/fax 31586149. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Losjan í Havn Losjufundur verður mánadagin 19. januar kl. 20.00. Felagið Pinkubarnadeyði hevur opið hús annan leyg-ardag í hvørjum mánaði frá kl. 14.00. Vit hittast í Jákupsstovu, J. Paturssonar-gøtu 24, Tórshavn. Nærri fæst at vita á tlf. 17940, 43363 ella 17261 Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir Leygardagin kl. 17 og 22.30 Sunnudagin kl. 11 og Kl. 20-21.30 AA-evnisfundur í Tórsgøtu 5. Mánakvøldið kl. 20 í Tórsgøtu 5. Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir byrja aftur týsdagin 13. jan. kl. 17.30 og eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjar skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjar aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld.. Leygardagin 17. januar: Hvidovrefelagið hevur jólaveitslu við røstum kjøti á Rosenhøj 9. Týsdagin 20. januar: Týsdagsdøgurðin: turrur fiskur, spik, eplir og bótasúpan. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Andlát 6. januar Hanus við Høgadalsá, Tórshavn, 84 ára gamal. Steingrím Funding, Funningi, 82 ára gamal. Arni Rein, Tórshavn, 88 ára gamal. Jónfríð Dahl, búsitandi í Rønde, 45 ára gomul, 8. januar Martin úr Fugloy, Klaksvík, ættaður av Kirkju, 74 ára gamal. 10. januar Zacharia Petersen, vanliga nevnd Dea, Klaksvík, ættað úr Funningsfirði, 82 ára gomul. 11. januar Hans Pauli Sjóstein, Klaksvík, 73 ára gamal. Krisjan Dahl, Tórshavn, 50 ára gamal. 13. januar Johan Frits Djurhuus, fyrrverandi skrivstovustjóri, 79 ára gamal 14. januar Andrea Holm Simonsen, Sandavági, ættað úr Bakkhús í Hvalba, 79 ára gomul. Føðingar 12. des. fingu Ásgerð Ásgeirsdóttir og Sørin Richardt, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4150 gr. 20. des. fingu Charlotte Holmboe og Albert Marni Joensen, Århus, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4070 gr. 3. jan. fingu Duruta og Ejvind Mouritsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3500 gr. 5. jan. fingu Hervør Pattinson og Jákup Andrias Joensen, Norðragøtu, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3550 gr. 7. jan. fingu Annbritt Ellingsgaard og Hallur Petersen, Sørvági, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 2950 gr. 7. jan. fingu Diana og Hans Gotfred Thomsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3800 gr. 8. jan. fingu Annika Krosstein og Morten Bang, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3600 gr. 8. jan. fingu Gunn Hanusardóttir Møller og Henrik Møller, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4200 gr. 8. jan. fingu Mary Maria og Hans Elias Højgaard, Húsum, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3920 gr. 8. jan. fingu Marin Johannesen og Páll Slættanes, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3400 gr. 9. jan. fingu Ásvør Skaalum og Ólavur Gregersen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3600 gr. 10. jan. fingu Malan og Jens Chr. Guttesen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3250 gr. 11. jan. fingu Marianna og Høgni Hansen, Herlev, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3900 gr. 12. jan. fingu Ester og Hallur Mohr, Skopun, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3920 gr. 12. jan. fingu Sigga og Meinhard Gaardlykke, Undir Nesinum á Toftum, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3600 gr. 13. jan. fingu Eyð og Rodmundur Nielsen, Glyvrum, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 4000 gr. 13. jan. fingu Elin og Sólbjartur Olsen, Argjum, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3700 gr. 14. jan. fingu Lena og Jóhan Heinesen, Viðareiði, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4550 gr. 15. jan. fingu Sóleyg og Símun Pauli á Fríðriksmørk, Strondum, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3450 gr. Jógvan Hugo Gardar Slógv fyri milliardir Fiskaslógv er við at gerast ein tydningarmikil inntøkukelda hjá norsku fiskivinnuni. Tað sum fyrr var burturkast er nú virðismikið í matframleiðslu til bæði menniskjur og djór Seinastu seks árini hevur norska felagið Rubin fingist við at fáa meir burturúr slógvi. Hesi seks árini eru norðmenn farnir at brúka tvífalt so nógv slógv til sunnar og heilsurættar framleiðslur. Í 1997 var umsetningurin av slógvi omanfyri 900 milliónir krónir. Í ár rokna tey við at fara uppum milliardina fyri eina vøru sum havhestarnir higartil hava fingið ókeypis. Hjá Rubin roknað tey við at um fá ár kunnu norðmenn selja slógv til víðariframleiðslu fyri minst tvær milliardir krónir. Í 1997 var burturkastið hjá fiski- og alivinnuni meir enn 650.000 tons. Av hesum blivu meir enn 450.000 tons endurnýtt. Meginparturin endar sum fóður í alivinnuni. Útrokningar vísa at umleið ein fimtingur av fóðureftirspurninginum í Noregi kann nøktast við slógvi sum er malið til fóður. Hetta kann spara norsku alivinnuni fyri 150 milliónir krónur í fóðurútreiðslum. Heilsukostur og heilivágur er tvey týdningarmikil økir har fiskaslógv kann brúkast í størri mun enn í dag. Jógvan Hugo Gardar Vit gera ikki mun á Úttalilsini hjá Jákup Sólstein um at norðmenn gera mun á føroyingum og øðrum verða afturvíst av norska uttanríkisráðnum Mikudagin segði Jákup Sólstein í samrøðu við Sosialin at meðan norðmenn noktaðu Sverra Ólavsyni at fiska, vísir tað seg, at bera væl til at lata týskar trolarar sleppa undir Noreg at fiska, hóast hesir hesir somu týsku trolarar eisini eru keyptir úr Íslandi og hóast teir eisini hava fiskað í smoguni, táið íslendingar áttu teir. - Vit hava ikki gjørt mun á nøkrum í hesum málinum. Hetta er ikki eitt mál sum hevur fingið politiska viðger í Noregi og tað er Fiskeridirektoratet sum syrgir fyri at reglugerðirnar á fiskivinnuøkinum verða hildnar, sigur talsmaðurin hjá norska uttanríkisráðnum Ingvard Havnen. Sambært øðrum keldum í norsku stjórnini so var tað eftir øllum at týða rætt at nokta Sverra Ólason at fiska í norskum sjógvi; tí tá trolarin kom á føroyskar hendur áttu íslendarar framvegis 49 prosent av skipinum og beint eftir at norðmenn høvdu avvíst trolaranum gjørdist hann aftur íslendskur. Sama kelda sigur at hetta bert vísir at hetta var ein roynd at sníkja seg inn á norskt øki. Sunnudagur 18. januar 1998 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Taki hattin av fyri føroyskum politikarum - Tað er sunt at hava sum mál at vera samdir. Tað hava føroyskir politikar í bankamálinum, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins Poul Nyrup Rasmussen og Jóannes Eidesgaard - Tað er løgtingið, sum hevur sett bankakanningina í verk, og tað er í tí løgtingið, sum eigur at sleppa at viðgera hana. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum. Hann heldur ikki, at hetta verður nakar trupulleiki, tí hann ivast ikki í, at løgtingsmenn standa saman sum ein maður í hesu máli. - Eg má taka hattin av fyri føroyskum politikarum, sum í hesum máli, ein og í oljumálinum, standa saman sum ein maður. - Tað er hugvekjandi, at tingmenn hava sum mál at vera samdir, heldur formaður Javnaðarfloksins, sum ikki avvísir, at eitt sakarmál kann koma upp á tal. - Tað er rættuliga kontant konstanterað, at vit eru snýttir við keypinum av Føroya Banka, sigur hann Stjórnin leggur upp til endurgjald til føroyingar Poul Nyrup Rasmussen tosa um endurgjald til føroyingar. Hann tosar eisini um neyðug stig, sum skulu takast yvir fyri Den Danske Bank. Hetta bendir á, at stjórnin kundi hugsað sær eina loysn, ið minnir um uppskotið frá Javnaðarflokkinum um eina tríbýtisloys, heldur Jóannes Eidesgaard Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum - Nú kunnu vit gera okkum eina meting av, hvussu tann rættarliga ábyrgdin kann plaserast, sigur Jóannes Eidesgaard, sum er formaður Javnaðarfloksins, og sum var landsstýrismaður, tá samráðingarnar um bankabjargingarnar vóru í 1992 og 1993. Jóannes Eidesgaard heldur, at løgtingið nú eigur at fáa eitt grundarlag at viðgera kanningarúrslitið á. - Í Danmark er vanligt við spurnarorðaskiftum. Hetta kunnu vit fyri so vítt eisini gera í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard, sum heldur at hetta helst hevði verið rætta forumið. Løgmaður hevur sett ein serfrøðingabólk, sum skal geva løgmanni eina niðurstøðu um, hvat stendur í kanningarfrágreiðingini. Men Jóannes Eidesgaard heldur, at tá bankakanningin nú varð samtykt av løgtinginum, so eigur løgtingið eisini at sleppa at viðgera frágreiðingina. Hann heldur, at tað rætta var, at løgmaður vendi sær til allar flokkar á tingi, sum síðan kunnu verða samdir um at seta ein bólk, sum kann eftirmeta bankakanningina. - Tað er ikki rætt, at tað er løgmaður, sum einsamallur fær eftirmetingina - heldur hevur tað alstóran týdning, at tað er eitt samt løgting, sum stendur aftan fyri hesa avgerð, heldur Jóannes Eidesgaard. Eitt uppskot er latið tinginum um at seta ein serfrøðingabólk, sum allir flokkar á tingi standa aftanfyri. Jóannes Eidesgaard leggur dent á týdningin tað hevur, at allir flokkara standa saman. - Løgtingið hevur ikki so langa tíð at arbeiða í, tí 22. mars er firningarfreistin úti, so tað skal longu verða greitt, hvat løgtingið ætlar at gera. Tamm 20. februar skal bólkurin so verða liðugur við arbeiðið - so løgtingið kann fara undir viðgerðina, og seinni lata landsstýrinum tilmæli um t. d. at fara undir samráðingar, at reisa endurgjaldssakarmál o. s. fr. Eisini skal í so fall metast um, hvørjum sakarmál skal reistast ímóti, sigur Jóannes Eidesgaard. - Tú hevur sjálvur fleiri ferðir tosað um eitt sokallað tríbýtið, har landsstýrið, stjórnin og Den Danske Bank býta tær 2,7 milliardirnar sínamillum. Hugsar tú tær framvegis eina slíka loysn? - Ja, tað kann vera ein loysn, men tá vit tosa um eitt tríbýti, so nýtist tað ikki at merkja, at allir partar skulu gjalda eins nógv, sigur Jóannes Eidesgaard, sum við hesum heldur, at føroyski parturin kanska eigur at vera minni. Jóannes Eidesgaard sigur eisini, at tað ikki eru bara tær 2,7 mia krónurnar, sum málið snýr seg um. Fyri tað fyrsta hava vit goldið eina hálva mia í rentum um árið, og harafturat kemur alt tað, sum samfelagið hevur liðið undir hesi árini, sigur hann. - Í tíðindaskrivi frá forsætismálaráðnum fríggjadagin tosar forsætisráðharrin um >>en passende kompensation til Færøerne...<< - Í hesum liggur tann ábyrgdin, sum stjórnin hevur av pørtum av vinnulívinum, av Fíggjareftirlitinum og partvís eisini av Fíggingargrunninum, har stjórnin hevur valt meirilutan og m. a. eisini hevur valt formannin sum tá var, Richard Mikkelsen, heldur Jóannes Eidesgaard. - Víðari sigur forsætisráðharrin: >>herunder de skridt, der bør tages over for Den Danske Bank...<<. - Hervið leggur hann upp til eitt modell, sum minnir um tað, sum Javnaðarflokkurin hevur tosað um, har stjórnin, landsstýrið og danski fíggjarheimurin (DDB í hesum føri) sigur Jóannes Eidesgaard. Peter Straarup: - Vit geva føroyingunum ongar pengar Stjórin í Den Danske Bank, Peter Straarup, sum seinni í ár tekur við sum samtaksstjóri í danska stórbankanum, dámar einki, at Poul Nyrup Rasmussen gevur DDB skuldina fyri Føroyastríðið Peter Straarup - komandi forstjóri í Den Danske Bank - Skulu føroyingar hava endurgjald, so verður tað uttan Den Danske Bank, ger hann greitt í Jyllands-Postinum. Komandi ovastin í danska stórbankanum hevur jú við >>loysnini<< spart Den Danske Bank eina heila milliard upp á Føroyar >>Det virker, som om der flyttes rigeligt rundt med aben i øjeblikket. Derudover lægger rapporten ikke tilstrækkelig vægt på, at det var en politisk beslutning at samle kreditorrollen (samanleggingina av føroysku bankunum),<< sigur Peter Straarup. Gjørdi Føroya Banki sum Danske Bank fór hann logandi á heysin í 1992 Var sami avsetingarháttur nýttur í Føroya Banka, sum í Den Danske Bank, so fór Føroya Banki so logandi á heysin í 1992 - Føroya Banki gjørdi bara avsetingar fyri tær mest hopleysu íløgurnar, kemur týðuliga greitt fram í bankakanningini, sigur Bjarni Djurholm. Hann sigur eisini, at tá Marita Petersen og Finnbogi Ísakson skrivaðu undir endaligu avtaluna 12. oktober 1993, so var ov seint at venda aftur. Men tá føroyingar høvdu tikið yvir bankan, leyp skriðan - tá komu >>røttu<< avsetingarnar, sum bankin hevði bíðað við, meðan Den Danske Bank var ánari Jógvan Sundstein og Atli Dam vistu í oktober, at kanska bleiv brúk fyri 1,5 mia ­ Ein keðiligur partur í niðurstøðuni frá bankakanningarnevndini er, at Jógvan Sundstein og Atli Dam longu í oktober 1992 vistu, at kanska varð brúk fyri 1 - 1,5 milliard, sigur Bjarni Djurholm ­ Tað sum eisini er løgið er, at hvørki Marita Petersen ella Finnbogi Ísakson gjørdu ikki vrøvl um partabrævabýtið 28. mai 1993. Hetta heldur kommissiónin vera undarligt, tí tá var tað greitt, at støðan í Føroya Banka var katastrofal - bankanum, sum tey júst høvdu keypt. ­ Men kommissiónin er ógvuliga large, tí hon sigur, at føroyingar vóru undir slíkum trýsti, og tí ikki sóu avleiðingarnar av hesum. Bjarni Djurholm sigur, at kommissiónin eisini sigur, at føroyingar hava eitt sera veikt embætisverk. Bjarni Djurholm vísir eisini á, at tað tekur langa tíð at byggja upp eitt embætisverk. ­ Vit skulu minnast til, at tað danska embætisverkið er fleiri hundrað ár, meðan tað føroyska embætisverkið ikki er 50 ár enn, sigur hann. Lykketoft legði trýst á Maritu Petersen - Ein áhugaverdur partur í bankakanningini er, tá Mogens Lykketoft kemur inn á vøllin, og fer at ringja til Maritu Petersen, sum tá er løgmaður, sigur Bjarni Djurholm, eygleiðari í kanningarnevndini. Hann sigur, at Mogens Lykketoft leggur trýst á Maritu Petersen. - Hann hóttir hana eisini við, at um hon ikki ger, sum hann vil, so mugu Føroyar sigla sín egna sjógv. Síðan fáa vit eisini at vita, at Straarup á fundi við føroyingar sigur, at Føroya Banka ikki tørvar fleiri pengar. - Mommissiónin ger púra greitt, at hetta hevur hann sagt, sigur Bjarni Djurholm, hóast bæði Straarup sjálvur, og Knud Sørensen, sum er samtaksstjóri í Den Danske Bank, hava noktað fyri hesum. Knud Sørensen segði í donskum sjónvarpi í 1995, at tann bankastjóri, ið gav slíkt lyfti, ikki var >>við síni fullu fimm<<. - Fakta er, at tá er Føroya Banki í totalari likviditetsneyð. Hann fær eina tilsøgn frá DDB upp á 100 mió fyrst, og so sleppur hann frá at gjalda rentur av nøkrum lánum (ella lines). - Hetta ger, at bankin ikki verður insolventur - hóast hann í veruleikanum var tað longu í 31. mars. Nú kemur panikkur í í Danmark, og Lykketoft fer at ringja og fær Tjóðbankan inn í myndina og gevur teimum munnliga játtan upp á at stjórnin stendur aftanfyri - at tjóðbankin letur likviditet. Hann vil ikki fara til fíggjarnevndina, tí tað >>vil skabe for megen støj...<<. Hann sigur, at teir heldur mugu taka seg fyri fult. Lykketoft ringir eisini til Fíggjareftirlitð og sigur, at teir mugu >>skynde sig langsomt<< og >>ikke noget med kasseeftersyn på Færøerne - for det tåler de ikke<<, skal fíggjarmálaráðharrin hava sagt. Bjarni Djurholm sigur, at Lykketoft er vundin upp í hetta málið, tí at Nyrup sleppur sær av við trupulleikan - og at Lykketoft stendur eftir við Svartaper - eingin annar vil hava málið, og so gongur tað bara víðari... ... og tað kenna vit, at landsstýrið for niður og lænti 560 milliónir krónur Den Danske Bank lumpaði føroyingar - Føroyingar eru slopnir væl í bankakanningini, sigur Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, sum er annar av Løgtingsins eygleiðarum í bankakanningarnevndini. Hann sigur, at frá danskari síður hevur verið ein ætlan um, at Den Danske Bank hevur skula sloppið úr Føroyum. - Veruleikin er tann, at Føroya longu fóru fallit í 1990, men av tí, at landsstýrið hevur so nógv veðhøld, so liva bankarnir av veðhøldunum 1, - 1,5 mia. Hetta ger so tað, at skanadalan sæst ikki fyrr enn tvey ár seinni, sigur Bjarni Djurholm. Hann sigur, at longu tíðliga í 1992 er Den Danske Bank greiður yvir, at tað er galið í Føroyum, teir seinda tveir mans til Føroya at hjálpa til við hesum her. Tá so Fíggjareftirlitið um heystið er í Føroyum, taka teir Sjóvinnubankan fyrst. Fíggjareftirlitið ger so tað í september í 1992,m at teir kunna Den Danske Bank um, hvussu støðan er í Sjóvinnubankanum, sigur Bjarni Djurholm. - Teir fortelja m. a. eisini Den Danske Bank, at Birgir Danielsen skal frá sum nevndarformaður. V. ø. o. vil tað siga, at eitt >>óheft<< Fíggjareftirlit kunnar Den Danske Bank um støðun í Sjóvinnubankanum. - Tá so føroyingarnir koma niður er alt leyst og liðugt - og alt systemið er gearað til at taka ímóti teimum, greiðir Bjarni Djurholm frá. Hann leggur tó afturat, at hann heldur, at tað tá meira koyrir á embætismannastøði enn á politiskum støði Her hevur Bjarni Djurholm eina kansa stuttliga - ella kanska syrgiliga søgu: - Tá ið Atli Dam og Jógvan Sundstein komu niður at samráðast. (Hetta stendur tó ikki í frágreiðingini, men kom fram í sjónvarpsendingini) Jógvan Sundstein og Atli Dam vórðu samdir um, at nú máttu teir kanna møguleikar fyri at læna pengar í Danmark. Teir samráðast so við Flemming Duus frá Den Danske Bank um at læna pengar til Sjóvinnubankan. Hann er fjúrtan dagar framman undan blivin kunnaður av Fíggjareftirlitinum - men hann letur sum einki! - Flemming Duus veit alt, og Atli Dam og Jógvan Sundstein eru enntá so large, at teir eisini bjóða sær til at hjálpa Føroya Banka, um hann eisini skuldi komið í trupulleikar, sigur Bjarni Djurholm, sum vísir á, at danir hava grinið tjúkt eftir føroyingum. - Tað hendir nú ikki so nógv meira, uttan tað, at Fíggingargrunnurin verður stovnaður. Í reglugerðinistendur, at endamálið er m. a. at bjarga bankum - altso í fleirtali. Bjarni Djurholm greiðir frá, at kanningarnevndin er komin til ta niðurstøðu, at orsøkin til, at hetta stendur í fleirtali er, at eitt norskt modell er nýtt sum fyrimynd, og at teir líkasum vilja binda um heilan fingur. Greitt er kortini, at áðrenn jól 1992 er Den Danske Bank klárur yvir støðuna í Føroyar Banka. 14. oktober er greitt, at bankanum tørvar 1 - 1,5 milliard krónur. - So gongur tíðin, og vit koma út á várið 1993, og vit koma til næstu kreppuna í Sjóvinnubankanum. Tá er tað, at notatið kemur á borðið um, at tað kanska hevði verið snilt at broytt eigaraviðurskiftini í bankunum. Bjarni Djurholm heldur, at føroyskir embætismen n óivað hava sæð,hóast teir siga seg ikki hava sæð tað, sigur hann. Hyggur tú eftir notatinum fráBúskaparráðnum frá 16. mars 1993, so siga teir har, at tað hava helst verið ætlanir um at gera nakað við bankarnar áðrenn 30. januar 1993. - Tað kunnu teir bara vita, um teir hava sæð notatið frá 30. januar 1993, tí tað hevur bara staðið har, sigur hann. Niðurstøðan av hesum er, at føroyskir embætismenn hava fingið eitt vink - men hava kanska ikki trúð tí, sigur Bjarni Djurholm. - Tað er próvfast í frágreiðingini, at hvørki Atli Dam, Jógvan Sundstein ella Marita Petersen hava verið presenterað fyri tankanum, sigur Bjarni Djurholm. So gongur tíðin, men tá tann politiski myndugleikin kemur inn í myndina er, tá Den Danske Bank skrivar til Poul Nyrup Rasmussen tann 8. februar 1993 um skeivu kappingina í Føroyum - og tá kemur politikkur upp í, sigur hann. Krevja løgtingsnevndir valdar av nýggjum Andstøðan fær nú meirilutan í tveimum av teimum stóru nevndunum á tingi Tað eini eitt skifti á tingi, tá Ernst Hansen, tingmaður fyri Verkamannafylkingina doyði. Varðamaður hansara, Luitjen Apol, er í hinum partinum av Verkamannafylkinini, sum fór í tvíningar. Tískil misti samgongan enn ein tingmann, og hevur nú bara fjúrtan + teir báðar tingmenninar hjá Kristiliga Fólkaflokkinum, sum hava lovað at stuðla samgonguni og uttanflkatingmanninum, Finnboga Arge. Valbólkarnir í tinginum eru tí tveir. Samgongan (+ teir tríggjar) og andstøðan. Samgongan hevði 18 tingmenn Andstøðan hevði 14 tingmenn Men nú er býtið broytt soleiðis, at Samgongan hevur 17 og andstøðan hevur fimtan. Hetta broytir býtið av tingnevdnum, sum verða valdar eftir tí býti, sum er í tinginum partanna millum. 7 løgtingsnevndir eru, har nakrar hava sjey nevndarlimir. Í einari av hesum nevndum hevur andstøðan formannin, í trivnaðarnevndini. Har eru andstøðuumboðini í meiriluta. Verða nevndirnar valdar av nýggjum fær andstøðan meirilutan í tveimum av hesum nevndum, og harvið eisini formannin. Samgongan hevur kortini tann møguleika, at hon kann atkvøða ímóti at velja nevndirnar av nýggjum, men hesum verður ikki roknað við. Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum sigur, at samgongan helst kemur í ringt ljós, um hon ger tað. Tí andin í tingskipanini er tann, at nevndirnar skulu umboðast í mun til støddirnar á flokkunum - valbólkunum. Straarup er skuffaður Peter Straarup, stjóri í Den Danske Bank, er skuffaður um viðferðina bankin hevur fingið frá donsku stjórnini. Ein av teimum mest sentralu persónunum í allari bankakanningini Peter Straarup, stjóri í Den Danske Bank, er ikki sørt keddur av viðferðini, bankin hevur fingið frá donsku stjórnini. ­ Eg havi sæð tað sum forsætisráðharrin hevur sagt, og undrar meg ikki sørt. Eg haldi, at Poul Nyrup Rasmussen er ógvuliga harður í sínum kritikki av Den Danske Bank, sigur Peter Straarup. Peter Staarup avvísir, at bankin hevur givið landsstýrinum skeivar upplýsingar, um støðuna hjá Føroya Banka. ­ Eg havi fest meg við, at kanningarnevndin ikki helt tað verða nakra meining í at spyrja, um Føroya Banki hevði brúk fyri meiri peningi. Frágreiðingin er serliga kritisk viðvíkjandi um partabrævaumbýti. Til hetta sigur Peter Straarup: ­ Partabrævaumbýti varð gjørt við grundarlagi í 1992-roknskapunum, bæði hjá Føroya Banka og Sjóvinnubankanum. ­ Tað er altíð lætt at verða eftirklókur, og nú síggja vit, at tað gekk verri enn vit høvdu væntað ­ Men eg haldi ikki at partabrøvini í Føroya Banka vóru verri enn tey í Sjóvinnubankanum. Úrslitið av partabrævaumbýtinum var, at Den Danske Bank gjørdist minoritetspartaeigari í Føroya Banka, og tískil slapp undan at geva Føroya Banka meiri pening. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Herðaklapp til Maritu Petersen Mogens Lykketoft ásannar, at Marita Petersen fekk skeivar upplýsingar frá Peter Straarup, og Poul Nyrup Rasmussen sigur atfinningarsomu spurningar hennara vera ógvuliga relevantar Í donskum sjónvarpi, eftir at úrslitið av bankanningini var alment fríggjakvøldið, váttaði Mogens Lykketoft, at Marita Petersen hevði borið seg rætt at , tá hon setti atfinningarsamar spurningar til leiðsluna í Den Danske Bank, undan bankayvirtøkuni. Og Poul Nyrup Rasmussen segði seg vera ógvuliga harman um, at Den Danske Bank hevði borið beinleiðis skeivar pplýsingar, tá Marita Petersen, ógvuliga relevant vildi vita, hvussu fíggjarstøðan hjá Føroya Banka var. Báðir váttaðu, at Peter Straarup, bankastjóri, hevði sagt, at bankanum tørvaði ikki pening fyribils. Tað var annars ein heldur spakur fíggjarmálaráðharri, sum mestsum bað Maritu Petersen um umbering í sjónvarpinum. Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, segði, at hann hevði ikki trýst føroyingar til at keypa bankan, um hann visti, hvussu vánalig støðan var. Eisini Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, váttaði í sjónvarpinum fríggjakvøldið, at trýst varð lagt á Maritu Petersen og Føroya Landsstýrið. Og hann helt, at tað var grund hjá føroyingum at óttast partar av gongdini. Poul Nyrup Rasmussen legði dent á, at tað var eingin samsvørjing millum stjórnina og Den Danske Bank. Men hann segði, at tað vóru serfrøðingarnir hjá stjórnini, sum høvdu svikið. Eisini onnur, sum hava verið frammi í sjónvarpinum eftir, at úrslitið av kanningini varð greitt, hava okkurt at finnast at gongdini. Alt eftir, hvønn part tey hoyra til. Peter Straarup, stjóri í Den Danske Bank, helt ikki, at bankin hevði gjørt nakað sum helst skeivt í at fáa sínar pengar heim. Men hann váttaði, at báðir teir froysku bankarnir, Føroya Banki og Sjóvinnubankin vístu seg at vera líka vánaligar. Eftir samanleggingina. Bankin hevur einki at angra, segði Peter Straarup. Hann upplýsti, at nú verður lisið av kraft í bankanum, og at tað kemur ein pressufráboðan mánadagin. Vit høvdu rætt ­ segði Edmund Joensen, løgmaður, á tíðindafundi á Hotel Hafnia seinnapartin í dag. Frágreiðingin styrkti okkara fatan av, at ikki alt er fari rætt fram. Eftir at hava granskað frágreiðingina í nakrar tímar, helt Landsstýrið tiðindafund á Hotel Hafnia seinnapartin í dag. Edmund Joensen, løgmaður segði, at Føroya Landsstýrið var styrkt í síni fatan av, at hetta mál var illa handfarið. Løgmaður segði, at eftir hansara fatan var danska stjórnin farin sera illa um málið. Samstundis vóru føroyingar sera illa viðfarnir. Tá føroysku myndugleikarnir góðkendu partabrævabýti, var hetta gjørt á skeivum grundarlag. ­ Vit kendur ikki støðuna í Føroya Banka sum hon veruliga var. Harafturat hevur kanningin víst, at vit ikki hava fingið rættar upplýsingar frá Den Dankse Bank. Edmund Joensen kom eisini inn á eitt møguligt endurgjaldskrav. ­ Tað vit í dag hava gjørt, er ein fyribils gjøgnumgongd. Nú skal kanningin gjøgnumgangast sera gjølla, og út frá teimum kanningunum fara vit at taka støðu til, um vit skulu seta fram endurgjaldskrav móti einum, ella fleiri pørtum í málinum. - Til hesa uppgávu hava vit leitað okkum hjálp frá góðum føroyskum og útlendskum advokatum. Endurgjaldskrav Spurningarnir frá fjølmiðlunum vóru nógvir og ymiskir. M. a. varð spurt hvørjum endurgjaldskrav skuldi setast ímóti. Til hetta segði løgmaður, at tað var ov tíðliga at siga nakað um nú. Spurt var síðani um tað, at Pauli Ellefsen hevði undirskrivað, tað sum á fakmáli verður kallað ein blank grannskoðanarátekning, kundi enda við einum endurgjaldskravi, svaraði løgmaður: ­ Ja. Men nú fara vit fyrst at seta okkum niður fyri at kanna hvussu alt er farið fram. Síðani gera vit eina niðurstøðu, og aftaná tað gera vit av um endurgjaldskrav skal setst reisast fram. Møguliga eisini móti Paula Ellefsen. Fyribils niðurstøðan vit kunnu gera er, at løgmaður er nøgdur við ta frágreiðing sum fyriliggur. Tað sum sagt er í dag, byggir á eina skjóta gjøgnumgongd av tilfarinum, sum er so sera umfatandi. Hvussu endaliga úrslitið verður av bankakanningini, frætta vit nærri um í næstu ella komandi viku. Fíggjareftirlitið sveik Í oddagreinum í leygardagsútgávuni vísa bæði Berlingske Tidende og Aktuelt á, at Fíggjareftirlitið hevur handlað eftir, sum politikkararnir, í hesum føri, fíggjarmálaráðharrin, hava viljað Fíggjareftirlitið gongur aftur sum syndabukkur hjá øllum, sum hava sagt sína hugsan um bankakanningina, hvørs úrslit varð almannakunngjørt fríggjadagin. Og saman við Fíggjareftirlitinum er Richard Mikkelsen, formaður í Fíggingargrunninum, ein rímuliga ofta nevndur persónur, við einum ivasomum leikluti í øllum málinum. Berlingske Tidende tekur upp aftur tað, sum fleiri, millum onnur Uffe Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, hevur ført fram, at stjórin í Fíggjareftirlitinum, Ejgil Mølgaard, gjørdi eftir boðum ella ynski frá Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharra. Og Aktuelt sigur í síni oddagrein, at Figgjareftirlitið eftir øllum at døma hevði sligið seg til tols við, at alt málið var politiskt og tí hevur blakað alt fíggjarligt varsemið yvir borð heldur enn at gera tað, Fíggjareftirlitið eigur at gera. Eitt, sum ikki er komið fram fyrr enn nú, er, at fyrrverandi tjóðbankastjórin, Erik Hoffmeyer, alla tíðina var í móti at lata Den Danske Bank sleppa at selja Føroya Banka. Hann metti tað sum at rýma av søkkandi skútu. Men eingin, hvørki føroyskir ella danskir politikkar, ráðførdu seg nakrantíð við hann. Og Erik Hoffmeyer helt, sambært frágreiðingini, at hann kundi ikki fara at nokta eini privatari fyritøku at gera ein góðan handil. Men fram er komið nú, at hevði hann verið spurdur av røttu myndugleikunum, hevði hann uttan at drála vent tummilin niðureftir. Tað hevur havt ein avgerandi leiklut, tá frágreiðingin er skrivað, at Peter Straarup, stjóri í Den Danske Bank, noktaði fyri, at Føroya Banki hevði brúk fyri fleiri pengum, áðrenn hann varð fluttur yvir í føroyska landskassan. Og júst hetta svarið, sum seinni vísti seg ikki at halda, er tað, suu Berlingske Tidende mest heingir seg í. Blaðið fellir stutt sagt bankastjóran upp á hetta svarið. Í niðurstøðu síni sigur Berlingske Tidende, at tað er ikki grundarlag fyri at halda uppá, at danska stjórnin og Den Danske Bank hava havt nakað avtalað spæl í hesum málinum, við tí endamálið at ræna teir fáu molarnar, sum eftir vóru í Føroyum. Men føroyingar eiga at fáa eitt hóskandi endurgjald fyri at vera skeivt kunnaðir: Og blaðið endar við at siga, at hesin openingurin verður helst tikin bæði úr statskassanum og frá Den Danske Bank. Aktuelt heldur ikki, at bankakanningin eigur at verða orsøk til nakað politiskt avlát, men heldur eina juridiska meting av leiklutinum hjá Den Danske Bank í málinum, umframt eina greiða reglugerð fyri spælireglurnar innan ríkisfelagsskapin í framtíðini. Stjórnin vil samráðast um endurgjald Hetta sigur Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, eftir at hava lisið frágreiðingina frá bankakanningarnevndini. ­ Vit fara í nærmastu framtíð, at seta okkum í samband við Føroya Landsstýrið, fyri at finna út av, hvussu føroyingar kunnu fáa eitt passandi endurgjald fyri tað tap, sum teir vóru fyri í sambandi við yvirtøkuna av partabrøvunum í Føroya Banka. Hetta segði Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, eftir at hann hevði lisið frágreiðingina leysliga ígjøgnum. Í sambandi við eitt møguligt endurgjaldskrav móti Den Danske Bank segði forsætisráðharrin, at stjórnin fer at geva landsstýrinum tað hjálp teimum tørvar. Orsøkin til hetta er, at frágreiðingin leggur dent á at Den Danske Bank hevur givið føroyingum skeivar upplýsingar um kapitalviðurskiftini í Føroya Banka. Poul Nyrup Rasmussen er væl nøgdur við sjálva frágreiðingina. Hann heldur, at frágreiðingin er úttømandi, og sigur frá hvussu alt gekk fyri seg. Í hesum sambandi leggur forsætisráðharrin ábyrgdina á Fíggjareftirlitið, og ikki minst formannin í Fíggingargrunninum, Richard Mikkelsen. Forsætisráðharrin hevur bitið merki í, at frágreiðingin vísir á veikleikar í føroysku umsitingini. Eisini hetta fer stjórnin at taka upp við landsstýrið. Forsætisráðharrin sigur at enda, at hann er glaður fyri, at frágreiðingin avlívar tær mytir, sum tosaðu um samansvørjing millum Den Danske Bank og stjórnina. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Eitt stórt politiskt, ómoralskt skálkabragd Tann politikarin, sum hevur rópt harðast, tá um Føroyar ræður, er Kirsten Jacobsen. Hon hevur sent út eitt tíðindaskriv, sum vit endurgeva brot úr. Tann danski politikarin sum hevur rópt harðast, tá føroysku >>gølurnar<< hava verið frammi, er Kirsten Jacobsen, úr Framburðsflokkinum. Nú bankakanningin kom, var hugsandi at hon aftur tók orðið, og so var. Framburðsflokkurin sendi seinnapartin í dag út tíðindaskriv um bankafrágreiðingina. Kirsten Jacobsen sigur, at frágreiðingin frá kanningarnevndini avdúkar, at alt Føroya-málið hevur verið eitt stórt skálkabragd. ­ Tann danska stjórnin hevur spælt við í spælinum hjá Den Danske Bank, uppá rokningina hjá føroyingum. Frágreiðingin avdúkar klárt og týðiliga, at føroyingar við vilja vórðu hildnir óvitandi um, at Føroya Banki var við at fara av knóranum Eisini er Kirstin Jacobsen eftir leiklutinum hjá donsku stjórnini, og serliga Mogens Lykketoft. ­ Frágreiðingin staðfestir eisini, at Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, hevur ført seg fram sum oddafiskur bæði fyri Fíggjareftirlitinum og Tjóðbankanum - uttan um hinar ráðharrarnar. Tó, heldur Kirsten Jacobsen, at frágreiðingin hevur ein veikleika. ­ Har tørvar ein gjøllig frágreiðing frá stjórnini um arbeiði á fólkatingið. Nú má greiðast fáast á tí partinum. Við teimum túsund skjølunum Fólkatingið hevur leitað fram í hesum málið, er greitt, at frágreiðingin hevur ikki verið ávirkað av leiklutinum hjá stjórnini. Kreppan er sjálvskapt ­ Tað er ongin ivi um at kreppan er sjálvskapt, sigur Kirsten Jacobsen. ­ Tann politiska valdselitan í Føroyum, er við danskari signing farin út um allar lógir og reglur. Milliardupphæddir eru fluttar til Føroya fleiri ferðir, og hvørja ferð ljóðaði at nú var tamarhald á støðuni, sannleikin var, at viðurskifti vóru alt annað enn í lagi. -Tann rætta gongdin er ikki at fáa føroyingum eina rættarsak í lag, sum longu er tapt, tí mótparturin hjá Den Danske Bank, Fíggingargrunnurin frá 1992, var longu tá heilt klárur yvir, hvørji støðu Føroya Banki var í. Eftir er tann moralska skuldin. Ein skuld ið alt Danmark, vegna fylgjurnar hjá stjórnini og sambært Grundlógini hevur ábyrgdina av. Bjarni Djurholm: Hvør undirskrivaði yvirtøkuna av partabrøvunum Hvør hevur undirskrivað yvirtøkuna av partabrøvunum, spurdi Bjarni Djurholm í útvarpssending seinnapartin Hvør hevur undirskrivað yvirtøkuna av partabrøvunum? Hetta spurdi Bjarni Djurholm í sendingini hjá útvarpinum seinnapartin í dag. - Kanningarnevndin hevur kannað, hvør hevur undirskrivað handilin við partabrøvunum, men hevur onki funnið. Bjarni Djurholm er ein av teimum trimum føroysku eygleiðarunum, sum fylgdu við arbeiðinum hjá kanningarnevndini. Hini bæði vóru Helena Dam á Neystabø og Leivur Harryson, landsgrannskoðari. Eygleiðararnir hava eisini givið sína frágreiðing saman við kanningarnevndini. Í henni stendur m. a., at tað eftir teirra uppfatan ikki er samanhangur millum partabrøvini í Føroya Banka og kreppuna í fíggjarvinnuni í Danmark. Teir meta eisini, at tað ikki samanhangur millum yvirtøkuna av partabrøvunum og yvirtøkuna av undirgrundina. Vit roknað við, at fáa eina viðmerking frá Bjarna Djurholm seinni í dag. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Richard Mikkelsen sjuskaði Tveir danskir serfrøðingar í lógfrøði siga, at føroyingar hava onga góða juridiska sak móti Den Danske Bank, tí Fíggingargrunnurin sjuskaði, tá Føroya Banki varð yvirtikin Tað fer einki at nytta hjá Landsstýrinum at leggja endurgjaldssak móti Den Danske Bank, hóast bankin í frágreiðingini, sum kom fríggjadagin, er gjørdur til syndara. Tað eru Frank Poulsen, fyrrverandi formaður í Sjó- og Handilsrættinum, og Frederik Harhoff, Dr. Jur., samdir um. Og grundin er, siga báðir við ein munn, at leiðslan í Fíggingargrunninum kravdi einki av Den Danske Bank, tá Føroya Banki varð yvirtikin. Tað undrar Frederik Harhoff, at Richard Mikkelsen var so linur, tá hann samráddist við Den Danske Bank. Tí eingin ivi er um, at hann átti at kenna til fíggjarstøðuna hjá Føroya Banka. Men hann hevur als eingi krøv sett um at fáa skjalprógvað, hvussu til stóð í Føroya Banka, og tí hevur hann ongi kort, um endurgjaldskrav skal reisast. Tað átti at verið Fíggingargrunnurin, sum legði sak, sigur Frank Poulsen, men Grunnurin kann einki krevja, tí Richard Mikkelsen setti ongar treytir, tá Føroya Banki varð yvirtikin. Tað er líkt til, at leiðslan í Den Danske Bank hevur vitað, at einki endurgjaldskrav kann setast, tí bæði Frank Poulsen og Frederik Harhoff eru samdir um, at tað tykist vera komið rættiliga óvart á bankaleiðsluna, at frágreiðingin fer so illa við Den Danske Bank. Frank Poulsen, fyrrverandi formaður í Sjó- og Handilsrættinum, sigur, at hann heldur, at Bankin hevur fingið eina rættiliga skøvu í lakkið. Hann vónar, at Den Danske Bank átti sjálvboðin at borið føroyingum peningin aftur, teir hava mist. Tað hevði tænt bankanum væl í ummælinum úteftir. >>Hann hevði havt gott av tí og hevði avgjørt ikki farið á húsagang heldur,<< segði Frank Poulsen við danskt sjónvarp leygarkvøldið. Ein rættiligur jokari er komin í spælið, nú frágreiðingin er almannakunngjørd. Tað er fyrrverandi tjóðbankastjórin, Erik Hoffmeyer. Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, segði fríggjakvøldið, at hann ikki fyrr enn nú, bankafrágreiðingin er almannakunngjørd, visti av, at Erik Hoffmeyer einki helt um bankasøluna í Søroyum. Til tað segði Erik Hoffmeyer við Danmarks Radio TV leygarkvøldið, at tað er ikki rætt, tá Lykketoft sigur soleiðis. Erik Hoffmeyer, fyrrverandi tjóðbankastjóri, nevndi embætismannin, sum bar Fíggjarmálaráðnum boðini, við navni. Erik Hoffmeyer heldur fast við, at hann ávarðaði tá móti tí, sum fór fram, og han heldur enn, sum tá, at tað var fullkomuliga skeivt av Den Danske Bank at rýma av søkkandi føroyska bankanum. Leiðslan í Den Danske Bank er farin at lesa, og lovar at koma við eini frágreiðing, sum serfrøðingarnir meta verður eitt álop á bankakanningina, mánadagin. Edvard Joensen úr København edvard@sosialurin.fo Føroyingar vórðu reyvrendir Tað tykist verða rættiliga breið semja í Danmark um, at føroyingar eru órættvíst viðfarnir í samband við bankayvirtøkuna. Men ymsu partarnir eru ikki samdir um, hvør syndarin er Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, hevur sagt, at føroyingar eiga at fáa endurgjald fyri bankahandilin. Hann fær stuðul frá Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharra, sum tó heldur, at forsætisráðharrin má leiða samráðingar um støddina á endurgjaldinum. Tei báðir hava enn ikki sagt, hvør endaliga skal standa til svars fyri tí, sum hent er. Men tað hava onnur verið skjót at gjørt vart við. Tann fyrsti, sum alment var úti við eini viðmerking, var Frank Aaen, fólkatingslimur hjá Eindarlistanum. Hann segði longu tá frágreiðingin varð almannakunngjørd í Løgmálaráðnum seinnapartin fríggjadagin, at Den Danske Bank átti at fáa endurgjaldskrav. Og hann mælti donsku stjórnini til at hjálpa føroyingum við hesum. Og hann segði eisini, at Fíggjareftirlitið var tann heilt stóri banditturin í hesum spælinum. Heilt afturi frá Schlütersa døgum, segði Frank Aaen. Í sama rokinum kom Kirsten Jacobsen úr Framburðsflokkinu við síni meting av frágreiðingini. Hon helt als ikki, at grundarlag var fyri nøkrum sum helst endurgjaldi. Kirsten Jacobsen segði við Sosialin, at tað var eingin ivi um, at Fíggingargrunnurin frá 1992 - tað var hann hjá Richardi Mikkelsen & Co. - visti av, at teir keyptu eitt hol í jørðini, sum hon málbar seg. Tað skal eingin koma og siga, helt Kirsten Jacobsen, at so professionellir og durkdrivnir menn sum eitt nú ein fyrrverandi tjóðbankastjóri ikki vistu, hvat tað var, teir handlaðu við. Og hon rak eisini fram undir, at tað var betri samstarv millum Fíggingargrunnin og Den Danske Bank, enn kanska gott var. Kirsten Jacobsen var eisini úti við kustinum og vildi sópa stjórnina av vegnum beinanvegin. Hon legði stjórnina undir at hava hildið føroyingar undirinformeraðar, og eins slík stjórn eigur ikki at verða sitandi í fimm minuttir afturat, segði hon. Eisini teir størru, borgarligu andstøðuflokkarnir, Vinstriflokkurin og Konservativi Fólkaflokkurin vilja leggja stjórnina hjá Poul Nyrup Ramsussen undir at hava alla skuldina av tí, sum hent er. Men hvørki Uffe Ellemann-Jensen, vinstrahøvdingi, ella Per Stig Møller, konservativur formaður, vilja koa inn á endurgjald soleiðis beinanvegin. Men Uffe Ellemann-Jensen var heldur enn ikki fortørnaður inn á Frank Aaen frá Eindarlistanum, tí at hesin bara legði alla skuldina á størsta danska bankan, Den Danske Bank. Men samstundis tóktust bæði Uffe Ellemann-Jensen og Per Stig Møller at ásanna, at tað verður rættiliga torført at fáa meiriluta í Fólkatinginum fyri einum misáliti á stjórnina, orsakað av hesi frágreiðingini. Tað hava sjálvandi eisini verið gjørdar viðmerkingar av øðrum enn politikkarum í Danmark fríggjakvøldið. Bæði Danmarks Radio TV og TV2 hava egnar eygleiðarar á Christiansborg. Og teir tykjast samdir um, at Nyrupstjórnin fer ongan veg av hesum. Kaare R. Skou frá TV2 helt í tíðindasendingini stutt eftir, at frágreiðingin var komin fríggjakvøldið, at har var nógv politiskt orðaskvaldur, men at tað fór onga ávirkan at fáa. Lise Lyck, lektari við Handilsháskúlan í København, sigur, at hon hevur ongantíð fyrr sæð so lemjandi ákoyringar á ein almennan stovn, sum tann, Fíggjareftirlitið hevur fingið í hesi frágreiðingini. Lise Lyck sigur, at tað er harður lesnaður at síggja, at samstarvið millum Fíggjareftirlitið og Den Danske Bank var so gott, at Den Danske Bank visti um vánaligu fíggjarstøðuna hjá Sjóvinnubankanum 14 dagar, áðrenn leiðslan í Sjóvinnubankanum visti tað. Í tíðindunum hjá TV2 tók Uffe Ellemann-Jensen upp aftur tað, sum sagt varð hóskvøldið, at Mogens Lykketoft skuldi hava biðið Fíggjareftirlitið skundað sær spakuliga. Til hetta svaraði Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, at tað var beinleiðis ósatt, og at einki sum helst var í frágreiðingini, sum gav grundarlag fyri slíkum pástandum. Men Mogens Lykketoft ásannaði, at føroyingar eiga endurgjald. Eisini frá Den Danske Bank, tók hann afur í aftur. Beint eftir, at bankafrágreiðingin var almannakunngjørd, fullu partabrøvini í Den Danske Bank á partabrævamarknaðinum. Jan Müller Bankamálið og framtíðarstøða Føroya Fólk hava nú summað seg - og sodnað fyrstu viðmerkingarnar um, at bankakanningin ikki var so galin kortini Tað er eingin ivi um, at føroyingar við hesum kanningarúrslitinum hava fingið uppreisn. Vit kunnu tað sama viðganga, at vit ikki hildu, at okkara politikrara sluppu so snikkaleysir, sum teir sluppu, burtursæð frá, at kanningin staðfestir, at Atli Dam og Jógvan Sundstein vistu í oktober 1992, hvussu ring støðan var í føroysku bankunum og at tørvur var 1 - 1,5 milliardum til bankarnar. Bæði Atli Dam og Jógvan Sundstein nokta kortini hesum. Spurningurin í dag er kortini: Hvat nú? Hvat er nú at gera? Skulu vit bara halda fram á sama hátt sum higartil, eins og Edmund Joensen sigur? Skulu vit slíta frá Danmark, ella skulu vit broyta heimastýrisskipanina, so at hon gevur føroyingum meira sjálvstýri. Tað er púra greitt, at vit kunnu ikki halda fram sum higartil. Fyrst og fremst eiga føroysku politikararnir nú at seta seg saman, og í semju fara undir samráðingar við danir um endurgjald. Hvussu stórt hetta endurgjald skal vera, er kanska ringt at siga beint nú, men tað er eingin ivi um, at ein týðandi partur av uttanalndsskuldini eigur at vera kliptur av. Tað hevur so mangan verið kastað heimastýrislógini fyri, at hon skal vera orsøkin til bæði eitt og annað, viðurskiftinum við Danmark viðvíkjandi. Tað er ov bíligt. Vit kunnu staðfesta, at heimastýrislógin ikki er nóg góð, men vit kunnu kortini seta spurnartekin við, um føroysku politikararnir hava dugað nóg væl at fylt karmarnar innan Heimastýrislógina. Á tingborði liggur í løtuni uppskot um setan av stjórnmálanevnd. Edmund Joensen hevur fyrr hótt samgonguna við uppsøgn, um samgonguflokkar í heila tiki dittaðu sær at viðgera hetta uppskot. Nú er so stutt til val, at samgonguflokkarnir kanska tora at byggja sín politikk á egin sjónarmið, at væntast kann, at málið hesaferð verður tikið til viðgerðar, hóast úrslitið kanska verður, at løgmaður skrivar út val. Niðurstøðan eigur at vera púra greið: ­ Viðurskiftini millum ríkispartarnar eiga at verða fingin í rættlag. Uppskotið um nýggja sjálvsstýrislóg er uttan iva eitt gott útgangsstøði, men vit mugu krevja av Javnaðarflokkinum, at Føroya fólk greit fær at vita, hvat henda >>sjálvstýrislóg<< er - ella at orð eiga at verða sett á hana. At loysa frá Danmark er einki endamál í sjálvum sær - men føroyskt sjálvstýri er avgerandi neyðugt, um føroyingar sjálvur skulu mynda framstíðastøðu Føroya. Týsdagur 20. januar 1998 jan muller jan@sosialurin.fo Mærsk nú saman við amerikanska Amoco Mærsk Olie og Gas er nú farið at samstarva við amerikanska oljufelagið Amoco Nú tað nærkast einum útbjóðingarumfari á føroyskum øki royna oljufeløgini at finna sær teir røttu partnararnar fyri harvið at standa seg betur í eini útbjóðing. Fleiri samtøk eru longu, sum virka á føroyskum øki. Nú um dagarnar var so eitt av hesum samtøkunum broytt. Tað er sokallaði Finabólkurin, sum, eisini danska oljufelagið Mærsk Olie og Gas er partur av. Hitt felagið í bólkinum er Deminex. Í fjør var eisini enn eitt felag í hesum bólkinum, Union Texas, men felagið tók seg úr felagnum í fjør. Nú er so tað amerikanska felagið Amoco komið við í samtakið og hevur eisini yvirtikið operatørleiklutin, sum Fina hevði. George Chisholm, kanningarstjóri hjá Amoco sigur, at teir eru sera nøgdir at vera komnir í henda bólkin, tí talan er um góð oljufeløg. Amoco hevur leingi leitað sær eftir partnarum men hevur so ikki hildið tíðina vera komna fyrr enn nú møguleiki var at koma í henda bólkin. Hann sigur, at teir eru sera sterkir tekniskt, og tað at Amoco var tað felagið, sum fann flest nýggjar oljukeldur í bæði 95 og 96 sigur kanska heldur ikki so lítið. Tað kann vera góð barlast at hava við sær í leitingini við Føroyar. Uppá fyrispurning um tað er av týdningi fyri Amoco at vera í einum bólki, har eitt av feløgnum er danskt, sigur George Chisholm, at tað er umráðandi at hava eitt skandinaviskt felag í einum slíkum bólki. Hann hevur annars alt gott at bera Mærsk, sum hann sigur er eitt sera kompetent felag at arbeiða saman við. Hvørjar vónir hevur kanningastjórin í Amoco so til, at tað verður eitt føroyskt útbjóðingarumfar nú, tá tað er óvist við markinum! -Ein markaloysn er týdningarmikið fyri øll oljufeløgini. -Men kann ein óloyst marknatræta og eitt útsett útbjóðingarumfar køva áhugan hjá oljufeløgunum fyri at vera við í leiting við Føroyar! -Tað fara helst at vera nøkur oljufeløg, sum fara at missa áhugan ella rættari - at leggja síni projekt á hillina fyribils, um markið ikki verður ásettt fyrr enn móti endanum av 98 ella miðskeiðis í 99. Men tey vilja so helst koma aftur seinni, tá trætan er loyst. George Chisholm sigur, at Amoco fer neyvan at missa áhugan fyri økinum, hóast eingin lisensrunda verður í 98. -Vit kunnu liva við, at eingin lisensrunda verður í ár, men í so skuldi hon helst eisini verið í 99. Bo Wilfang, varastjóri í Mærsk Olie og Gas sigur við Sosialin, at teir eru fegnir um at hava fingið Amoco við í bólkin, tí tað skuldi styrkt møguleikarnar at fingið gjørt eitt gott fyrireikingararbeiði fyri at kunna vera við í fyrstu útbjóðing. -Vit eru í gongd við kanningarnar, sum enn ikki eru lidnar. Úrslitið av teimum og tí teimum reglum og treytum, sum føroyingar fara at seta oljufeløgunum, verða so avgerandi fyri, um vit fara at søkja um lisens sigur Bo Wilfang. Hann sigur, at Amoco er eitt felag við nógvum royndum á bretskum øki og felagið hevur royndir at bora í somu løgum sum tey við Føroyar. Sosialurin hevur ikki fingið váttaðm býtið millum feløguni men skilur, at Amoco og Mærsk hava 30% hvør meðan Deminex og Fina hava 20% hvør. Hava nú stovnað føroyskt oljufelag Ætlanin er at einstaklingar og virki í Føroyum skulu tekna partapening í nýggja felagnum, sum fer at gera eina samstarvsavtalu við bretska oljufelagið Dana Petroleum. Pláss er bæði fyri einum privatum og einum almennum oljufelag í Føroyum heldur Nils Sørensen, sum er stjóri í nýggja føroyska oljufelagnum, ið varð stovnað í farnu viku. Jan Müller Hósdagin í farnu viku varð eitt føroyskt privat oljufelag stovnað. Felagið, sum hevur fingið navnið "Føroya Kolventisfelag P/F" við hjánavninum "Faroes Oil and Gas Exploration P/F" ætlar sær at vera við í oljuleiting við Føroyar. Stovnarar av felagnum eru Nils Súni Sørensen, deildarleiðari Tórshavn, Graham Duncan Stewart, frá oljufelagnum Dana, Aberdeen og Jákup Egholm Hansen, arkitektur Tórshavn. Stjóri í felagnum er Nils Sørensen. Hann var eitt skifti stjóri á Føroya Fiskasølu. Í dag er hann deildarleiðari á ALS. Endamál felagsins er sambart uppgerð frá Skráseting Føroya, at reka ídnaðar- og handilsvirksemi í samband við kolvetni, herundir at gerast loyvihavi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Felagið hevur heimstað í Havn og kapitalur felagssins er hálv mill. kr. Nils Sørensen sigur við Sosialin, at nú felagið er stovnað, verður arbeitt víðari við at fáa alt uppá pláss. Tvs. at samstarvsavtala skal gerast við útlendska oljufelagið Dana umframt at tekning verður av partapeningi í Føroyum. Tann hálva mill. kr., sum er inngoldin fyri at kunna skráseta felagið sum partafelag, er goldin av "Faroe Petroleum Investment", ið er ein fíggingargrunnur, sum hevur heimstað á Guernsey. Meiningin við tí grunninum, at hann framyvir, tá felagið fer at virka, skal vera fíggingarfelagið hjá nýggja føroyska oljufelagnum. Tað eru bretar, sum standa aftan fyri hetta íløgufelagið men ætlanin er, at eisini føroyingar skulu vera við sigur Nils Sørensen. -Men er hetta bara søgan umaftur sum vit kenna frá fiskivinnuni, har føroyingar bara eru strámenn fyri útlendskum áhugamálum, har tað nú ikki eru fiskikvotur, sum útlendskar kapitalinteressur eru úti eftir, men atgongd til møgulig ráevni í undigrundini! -Avgjørt ikki. Tað er nettup tí, at bert hálv mill. kr. er sett í felagið. Ætlanin er at arbeiða spakuliga víðari, nú eftir at felagið er stovnsett. Málið er at fáa eitt føroyskt felag, sum føroyingar kunnu seta pengar í. Tað verður teknaður partapeningur í Føroyum. Nils Sørensen sigur, at felagið, sum nú er stovnað, fer at gera eina samstarvsavtalu við tað bretska oljufelagið Dana Petroleum, har eitt av oddafólkunum er hálvi føroyingurin Graham Stewart. Dana Petroleum er eitt rættiliga nýtt oljufelag, sum serliga arbeiðir í Ruslandi. Nils Sørensen sigur, at avtalan fer at fegna um vitan, fíggingarmøguleikar, teknikk, samráðingar, fyrisiting við øðrum orðum, hvussu tú byggir upp eitt føroyskt oljufelag. Niels Sørensen sigur, at hetta fer at líkjast støðuni hjá Atlantsflog, tá teir royndu at byggja felagið upp við hjálp frá Chimberair. Her verður samstarvsfelagin Dana. -Men hví Dana Petroleum! -Talan er um eitt rættiliga lítið felag, sum hevur eitt virði uppá 2 mia. kr. Ger tú avtalu við eitt stórt felag kanst tú rokna við at detta niðurímillum í systeminum. Dana er fult kvalifiserað til hesa uppgávuna. Eg rokni við, at vit føroyingar við slíkum felag kunnu fáa eitt betri samstarv enn um talan var um eitt gigantiskt felag. Stjórin í Dana Petroleum er Charles Smith, sum er fyrrverandi stjóri í oljufelagnum Chevron. Ein annar av oddamonnunum í Dana er Tom Cross. Uppá fyrispurning hvør hevur tikið stig til hetta tiltak - føroyingar ella útlendingar - sigur Nils Sørensen, at tað er ein kombinatión av báðum. Nils Sørensen sigur, at endamálið er, at hetta skal vera eitt føroyskt oljufelag, sum føroyingar koma at eiga. Tá avtala við Dana Petroleum er komin upp á pláss so hevur ein fingið eitt felag, sum hevur ta neyðugu vitanina, sum eitt oljufelag skal hava. Síðani verður farið at samráðast við okkurt av samtøkunum, sum ætlar sær at bora eftir olju við Føroyar. Á henda hátt kann felagið so mennast eins og tað norska Saga gjørdi tað. -Tað, sum liggur í hesum, er, at vit føroyingar sjálvir skulu kunna vera við í sjálvari primersvinnuni innan oljuvinnuna. Nils Sørensen sigur, at henda ætlanin við einum privatum føroyskum oljufelag forðar ikki fyri einum almennum oljufelag. Hann heldur tað er pláss fyri báðum. -Sjálvandi er talan um at fáa ein vinning burtur úr einum slíkum felag, men tað er eisini tankin at byggja upp føroyska ekspertisu á privatum støði. Felagið leggur stóran dent á at vera so føroyskt sum gjørligt sigur ssjtórin í felagnum við Sosialin. Málnevndin er nú mannað Fimm fólk eru vald í Málnevndina, sum skal sita fram til ár 2001. Allir limirnir, uttan Jeffrei Henriksen, eru nývaldir Landsstýrið hevur nú valt nýggju málnevndina, sum skal sita komandi fýra ára skeiðið, sum á pappírinum byrjar 1. oktober 1997. Nevndin skal sita fram til 30. september í 2001. Í nevndini sita nú: Jógvan í Lon Jacobsen, Føroyamálsdeildin Anfinnur í Skál, Rithøvundafelagið Katrin Næs, Landsskúlafyrisitingin Jeffrei Henriksen, Móðurmálslærarafelagið Randi Jacobsen, Føroya Blaðmannafelag Føroyska málnevndin er málrøktar- og málverndarstovnur, og hevur hon til endamáls at geva landsstovnum og almenningi ráð og upplýsing í spurningum um føroyskt mál. Í reglugerðini stendur, at nevndin fyrst og fremst skal savna og skráseta nýkomin føroysk orð og vera til hjálpar at velja og evna til nýggj orð. Nevndin skal eisini hava eyguni eftir málspillu, sum er um at taka seg upp, og royna at forða fyri, at hon festist. Nevndin skal hava samvinnu við orðanevndir hjá feløgum og stovnum og styðja tær eftir førimuni í starvi teirra. Hon skal eisini svara málspurningum frá stovnum og einstaklingum og leggja sær eina við at hava gott samstarv við stovnar og fjølmiðlar, ið hava stóra málsliga ávirkan, so sum landsfyrisiting, skúla, tíðindabløð, útvarp og sjónvarp. Skal eisini svara spurningum um ivamál viðvíkjandi fólkanøvnum, staðarnøvnum o. ø. nøvnum. Spurningar og skjøl verða varðveitt í skjalasavninum hjá nevndini. Víðari stendur í reglugerðini, at nevndin skal hava samstarv við aðrar málnevndir og samsvarandi stovnar í hinum Norðurlondum og senda umboðsfólk á felags ársfund teirra. Nevndin tilnevndir stjórnarlim og varalim fyri føroyskt mál í stjórn Málstovu Norðurlanda. Harumfram kann landsstýrið geva nevndini onnur verkevni í sambandi við føroyska málrøkt, so sum stavsetingarspurningar, ráðgeving um mál í lógum og kunngerðum, lærubókum og handbókum o. ø. Nevndin, sum situr í fýra ár í senn, velur sjálv formann. Av nevndarlimum krevst, at teir hava málsliga útbúgving ella á einhøvnn hátt hava prógvað kunnleika og hegni til føroyskt málstarv. Føroyamálsdeild Fróðskaparseturs Føroya veitir nevndini málførðiliga leiðbeining eftir tørvi og letur málsøvn síni vera henni til taks. Á fundum sínum tekur nevndin støðu til málspurningar og metir um ráð, sum hava verið givin millum funda. Nevndin hevur fund, tá ið tørvur er á, tó í minsta lagi eina ferð um mánaðin. Nevndin almannakunnger frágreiðing frá starvi sínum við høvrt árslok. Har verða m. a. til skjals týðandi ráð og tilmæli, ið nevndin hevur givið í árinum. Skrivstovan hjá Málnevndini, Málstovan, er í húsum Fróðskaparseturs Føroya. At enda í kunngerðini fyri málnevndina stendur, at landsstýrið ber kostnaðin av málstovuni og rindar nevndarlimum fundarpening eftir galdandi reglum. jan muller jan@sosialurin.fo Krisjan - ein góður starvsfelagi farin Hann átti evni og gávur sum fáur, Krisjan Dahl, fyritaksstjórin á Sosialinum, sum nú er farin. Fyri blaðið var hann altuppofrandi og verður altíð at minnast sum eitt serstakt og gott menniskja. Tað kom óvart á okkum øll, tá vit fingu at vita, hvussu sjúkur Krisjan var. Hann var ikki persónurin, sum gjørdi nógv hóvasták burtur úr sær sjálvum ella gramdi seg. Í eina tíð hevði hann tó ikki kent seg væl men einki kundi taka arbeiðshug og ábyrgdarkenslu fyri arbeiðinum frá Krisjan. Men so fekk hann brádliga boð um, at hann mátti leggjast undir skurð. Neyvan høvdu hann ella tey, ið stóðu honum nær, ímyndað sær, at hann skuldi vera so sjúkur. Tó alla tíðina livdi vónin, og fyri bæði Krisjan og okkum tóktust útlit vera fyri, at hann fór at koma aftur til arbeiðis. Spurning-urin var bara nær. Tá hann so kom heimaft-ur úr Danmark, og vit fingu at vita, at Krisjan neyvan kundi fara undir tyngjandi fysiskar uppgávur aftur á blaðnum í bræði, var tað heilt náttúrligt at tosa um í hvønn mun hann kundi gera okkurt arbeiði fyri blaðið heimanífrá. Nakað, sum ikki kravdi so nógv krops-ligt arbeiði. Og hevði ikki gingið, sum tað gjørdi, so hevði ætlan okkara helst verið veruleiki: at lata Krisjan sleppa at brúka nakrar av viðføddu gávum sínum, nevniliga at skriva. Mær varð fortalt frá góða vinmanni Krisjans, Bergi Wardum, áðrenn hann kom á Sosialin, at millum mongu gávur Krisjans var ein framúr góður pennur. Tað skuldi eisini vísa seg at vera rætt. Fyrstu ferð, eg kom at kenna Krisjan, var á dansi-gólvinum í Sjónleikarhús-inum. Hóast nakað yngri minnist eg, hvussu hesin myrkhærdi, stórvaksni og vakri unglingin fór strúk-andi lætt eftir dansigólv-inum. Hetta man hava verið seinast í 60-unum og fyrst í 70-unum. Tað var í 1984, at eg skuldi koma í samband við Krisjan aftur. Hann hevði verið í Grønlandi og hevði síðani ungdómsárini í Havn lagt aftur um seg nógvar upplivingar úti í heimi, sum tað kundu verið skrivaðar nógvar áhugaverdar og spennnandi søgur um. Sosialinum tørvaði brádliga ein nýggjan fyritaksstjóra og somuleiðis ein til at taka sær av tí politisku skrivingini í blaðnum, nú Tórfinn Smith, sum so trú-liga hevði røkt hesi størv, ynskti at leggja frá sær. Hvussu fanst tú eitt og sama fólk, sum hevði báðar hesar gávur: at kunna standa á odda fyri einum virki sum Sosialurin og at skriva oddagreinir o.l. tilfar til blaðið! Tá var tað, at onkur vísti á Krisjan. Og skjótt varð atborið. Í mars mánað 1984 tók Krisjan við sum bæði fyritaksstjóri og politiskur blaðstjóri á Sosialinum. Eg sjálvur gjørdist tíðindablaðstjóri við ábyrgd fyri pressulógini. Mær untist nærum 14 ár at arbeiða saman við Krisj-an - fjúrtan av mínum kanska bestu og mest spennandi og áhugaverdu árum. Hesa tíðina megnaði hann saman við teimum dugnaligu og uppofrandi starvsfólkunum á Sosialinum at byggja upp eitt blað, sum í dag - hóast enn langt frá fullkomið - røkkur út í hvønn krók av landinum og út um landoddarnar. Tað vísti seg skjótt, at Krisjan átti so stórar menni-skjansligar eginleikar, at umframt at røkja ábyrgd-arøki síni, megnaði hann eisini at leggja menniskjansligar spírar allastaðni á arbeiðsplássinum, sum bóru slíkan ávøkstur, at her skjótt bleiv talan um eitt uppaftur betri arbeiðspláss. Ein av grundleggjandi fortreytunum fyri, at eitt arbeiðspláss kann virka og mennast, er arbeiðsklimaið - gleðin og nøgdsemi við arbeiðinum. Og her átti Krisjan ta menniskjansligu dimensiónina, ið bert so fáum er unt, nevniliga hesa at kunna spjaða gleði rundan um seg, at fáa fólk at kenna seg væl, at fáa fólk at kenna á sær, at tey betýða nakað og harvið loksins at fáa fólk at trívast. Krisjan hevði ikki nakra akademiska útbúgving, og hann hevði heldur ikki drúgvar royndir við at reka eina fyritøku. Men hansara persónligu og menniskjansligu eginleikar og ríku lívsroyndir hansara upp-vigaðu hesi vantandi út-búgving. Hann var so mik-ið gløggur og ein so góður eygleiðari, at tað spurdist altíð okkurt skilagott burtur úr tí, sum hann fór í holt við. Tað vísti seg skjótt, nú fyritøkan vaks og mentist undir hansara leiðslu, at stundir vóru ikki til skrivingina. Fyrisitingarligu uppgávurnar kravdu sín heila og fulla mann. Tí legði Krisjan pennin til viks og fór heldur at brúka alla orku upp á aðrar uppgávur so sum at útbyggja prentsmiðjuna og at lata dyrnar heilt opnar fyri øllum hugsandi viðskiftafólki. Og tað skuldi aftur vísa seg, at Sosialurin sum fyri-tøka skuldi fáa fullan ágóða av nøkrum av góðu og vælsignaðu eginleikum Krisjans. Maðurin var Guds benáðaður menniskjakennari. Hann gjørdi ongantíð mun á høgum og lágum og gav sær altíð stundir til at tosa við síni viðskiftafólk. Hann megnaði kynstrið at lurta. Henda eginleika, sum so fá av okkum eiga, átti Krisjan í fult mát. Og tað, sum er so virðismikið fyri at kunna eiga henda eginleika, er júst hetta, sum er so týdningarmikið fyri eitt og alt, ið skal mennast og byggjast upp, nevniliga virðingin fyri øðrum. Hetta var so eisini orsøkin til, at fleiri og fleiri lýsarar vendu sær til blaðið. Teir líkasum kendu seg so væl, tá teir í telefonini ella úti á blaðnum tosaðu við henda altíð so positivt lurtandi, vælmeinandi og vælupplagda persónin. Hann hevði tíð til teirra. Hóast alt rundan um var merkt av skundi og stressi, so tók Krisjan tað róligt. Gav sær tíð til kund-an. Og tað gjørdi, at sami kundi kundi fara heimaftur við eini kenslu av, at tað kendist gott at hava sam-skifti við blaðið. Og úrslitið varð, at Krisjan megnaði at knýta eitt varandi og fast samband við nógvar góðar og trúgvar kundar. Eg minnist so væl tað ein av okkara trúgvu lýsarum segði við meg, tá hann spurdi eftir Krisjan og eg segði honum støðuna. -Krisjan er eitt ótrúligt menniskja. Altíð positivur. Tú kennir teg altíð so væl, tá tú tosar við hann, og tú fær sum kundi altíð eina góða viðferð. Tað verður ringt at vera hann fyriuttan hjá eini fyritøku sum tykkara. Hetta vóru orðini og lýsa tey Krisjan væl. Ófatiliga tol hansara kundi sjálvandi eisini hava sína slagsíðu. Vit onnur, sum eru í so ótolin til og sum eru fangað í meldrinum av deadlinum alla tíðina, kundu vera ørg og øvundsjúk um somu tíð. Tí hóast eitt blað krevur sínar føstu tíðir, so krevur ein fyritøka, skal henni vera lív lagað, eisini fólk, sum geva sær stundir og sum hava virðing fyri øðrum. Sosialurin átti í Krisjan hetta fólkið, og tað er ikki minst hesum gávum hans-ara fyri at takka, at fyritøkan er so frægt fyri, sum hon er tað í dag. Góði Krisjan, tøkk fyri tað tú hevur givið mær og øðrum burtur av tíni menn-iskjansligheit. Tað er so nógv, at tú fer altíð at vera ein partur av okkum - ein partur av andanum í hesi fyritøku. At skula skriva tær nøkur orð er um somu tíð lætt og kortini so torført. Tí tú var so nógv, tú var so menn-iskjansliga ríkur, at tað er so ófatiliga ringt at gera teg livandi aftur í berum orðum. Men orð kunnu vera livandi og skapa lív megnar tú tað kynstrið at brúka tey rætt. Og júst hetta var aftur ein av tínum gávum Krisjan, hetta at hava orðið í síni makt. Minnist, at Atli ein dagin ringdi til mín og spurdi, hvør skrivaði fleiri av oddagreinunum í blaðn-um. Honum dámdi tær so væl, tí tær vóru so øðrvísi enn nógv annað, sum skrivað verður. Tær bóru boð um lívsvísdóm og lívsroyndir úr vanliga gerandislívinum og vóru so beinraknar segði Atli, ið tá var bæði formaður javnaðarfloksins og løgmaður. Hóast Krisjan gavst sum politiskur blaðstjóri, var hann altíð tilreiðar at skriva eina oddagrein ella fleiri, tá tørvur var á hesum. Hann var eitt menniskja, sum tú sum starvsfelagi altíð kundi heita á. Hóast hannn hevði hendurnar fullar við øðrum uppgávum, so spardi hann seg ikki og vildi altíð geva ein hjálpandi hond kortini. Umframt at duga væl at skriva, so goymdi pennur tín Krisjan altíð ein boð-skap. Aftan fyri oftani inn-ballaðu og sveimandi orða-blómur tínar var ein lívs-filosofi, sum vendi sær til mannin á gøtuni, til tað inn-asta í okkum, virðingina, kærleikan, samfelagsá-byrgdina ja lívsins djúpastu meining. So eg skilji Atla, tá hann so fegin vildi vita, hvør hesin rithøvundin var. Eitt er at eiga amboðini og duga handverkið. Tú átti eisini ta triðju dimensiónina og hana, sum er fortreytin fyri hinum báðum. Tú var vitugur maður og hesa vitan dugdi tú at brúka sum fáur, at seta hana í rættan saman-hang alt eftir, hvørjum um-hvørvi tú var í. Altíð høviskur var tú. Meg minnist so væl, tá vit frá blaðnum vóru at kann-ingarferð á Bornholm fyri nøkrum árum síðani, hvussu tú hugtók og berg-tók hesar bornhólmbúgv-arnar við tínum frálíku frásøguevnum og framburði og tíni vitan um danska søgu og mentan. Har sótu teir, donsku vertir okkara, sum forsteinaðir, meðan hesin fremmandi føroyingurin á sera livandi hátt segði dønum frá teirra egnu søgu, teirra kongum og drotningum frá gamlari tíð. Soleiðis var tú bara. Eg kann ikki lata vera við at venda aftur til ta stóru per-sónligheit, sum goymdi seg í Krisjan. - og hóast tú er farin frá okkum, gleðast um, at okkurt av tí, sum tú sáddi, hevur borið ávøkstur innan í mær og øðrum, og sum so kann sáast til uppaftur onnur. Lívið skal ganga víðari. Fyri okkum, sum skulu gera eitt nýtt blað hvønn dag, eru ikki altíð stundir til at hugsa um teg Krisjan. Men gloymt hava vit teg ikki, og vit fara tað neyvan heldur aldrin. Tað er nevniliga ein ómøgu-ligheit. Tí so væl hevur tú sátt og so væl nælist av tínum fruktum, at mangt og hvat, vit fáast við í dag og í komandi árum, vil bera sjónlig merki av tær og tíni persónligheit Krisjan. Eg byrjaði hesi orð við ætlanini hjá okkum báðum, at tú skuldi sleppa at skriva til blaðið aftur, meðan tú var stæddur heima fyri harvið at byggja teg uppaftur. Hetta kundi vera eitt einastandandi høvi at fáa teg á føtur aftur og samtíðis at geva blaðnum eitt til-trongt skump - geva tí nýggja innihaldsliga inspiratión. Eg ímyndaði mær, at vit kanska kundu sleppa at gera brúk av framúr góðu eygleiðaraevnum tínum, sum nú høvdu ligið í dvala í alt ov langa tíð. Men so skuldi ikki blíva. Tú viknaði og fórst. Tað er torført at siga nak-að um teg Krisjan, eftir at góði starvsfelagi okkara gjøgnum fleiri ár, Jústines, hevur sett sítt á prent. Tí tað var so meistarliga fráfarið. Hann rakti í blett við hvørjum tí einasta orði. Ja hvørt orð hansara gjørdi Krisjan so spillivandi aftur. Gott í teg Jústines, eygleiðaraevni hevur tú góð og orð tíni eru mangan hvøss sum svørðið. Tey eru gott minni um Krisjan. Eg kann heldur ikki lata vera við at nevna Sonju prest. Sjáldan havi eg hoyrt prest talað so ærliga og lætt til eina jarðarferð. Tað skal hon eiga stóra tøkk fyri. Vit á blaðnum fara seint at gloyma hetta ediliga, gløgga og sjarmerandi menniskjað, sum Krisjan Dahl var. Títt góða lyndi, títt altíð vælviljandi hjarta og títt yvirberandi eygnabrá fara altíð at eiga eitt pláss hjá okkum á blaðnum. Hetta er tí ikki ein seinasta heilsan til tín Krisjan. Vit fara aftur og aftur at møta og heilsa tær í okkara gerandisdegi á Sosialinum. Í smáum sum í stórum. Í viðgongd og mótgangi. Í øllum tí, sum vit fara at fyritaka okkum, fer tað altíð at vera okkurt, sum tú eisini er við í onkursvegna, Krisjan! Minnini um teg fara at liva víðari millum okkum øll. Nøkur góð og sera livandi minni. Tað er serliga ringt hjá tykkum, Karlu og børnunum og Edith at missa hetta góða menniskjað. Men kortini eigur tað at vera ein uggi hjá ikki minst børnunum at vita, at tey áttu ein góðan og einastandandi pápa. Ein pápa, sum tey altíð kunnu vera errin av at minnast. Hetta er ein góð barlast at hava við sær á leiðini seinni í lívinum. Góði Krisjan - tøkk fyri tín altuppofrandi innsats fyri okkara blað. jan Til minnis um Jóhannes E. Jacobsen Minningarorð f. 1.8.1944 d. 1.1.1998 2. januar fekk eg tey tungu boð, at Jóhannes var farin, 53 ára gamal. Tað kom ógvuliga dátt við, tí eg tosaði við hann nýggjársaftan, og tá var alt við tað gamla. Men Jóhannes var sjúkur, tað vistu vit, men hetta var tað seinasta, ið vardi okkum. Eg var til skips saman við honum, og tað var ein stór hjálp. Jóhannes var altíð klárur at hjálpa, bað man hann um tað. Men tá hann bleiv sjúkur, legðist hann upp á land at arbeiða og hann arbeiddi altíð. Hann var ikki bara systkinabarn mítt, men eisini ein góður vinur. Tankar mínir leita til tykkara, Eilen fastir, Erlu, Oslu, Helmu og Emil, ið hava mist ein góðan mann og pápa. Má Harrin signa tykkum og hjálpa tykkum í sorg tykkara. Friður veri við minninum um Jóhannes. Vinur tín Herolv NSÍ vann Atlantic Cup Fótbóltur:Við at vinna 4-2 á B68 í finaluni vann NSÍ innandurakappingina Atlantic Cup á Kambsdali Leygardagin varð árliga innandurakappingin Atlantic Cup spæld í ítróttarhøllini á Kambsdali. Hetta var annað árið á rað, at skipað varð fyri kappingini, og øll tey tíggju 1. deildarliðini luttóku. Tey vórðu býtt upp í tveir bólkar við fimm liðum í hvørjum, og tvey tey ovastu liðini í bólkinum komu víðari til hálvfinalurnar. B68 vann bólk 1 framman fyri NSÍ, meðan B36 vann bólk B og TB gjørdist nummar tvey. Í hálvfinalunum vann NSÍ 7-6 á B36, sum annars var á odda 4-0 einu løtuna. Hina hálvfinaluna vann B68 7-3 á TB. Í finaluna komu sostatt grannafeløgini NSÍ og B68, og her vísti NSÍ seg stinnari og vann 4-2. Atlantic Airways læt vinnarunum seks Gjugg í Borg-ferðir til íslendska høvuðsstaðin Reykjavík. Nýggj og gomul andlit Kappingin á Kambsdali er eitt gott høvi hjá bæði feløgum og áskoðarum at síggja nýggjar spælarar. Bæði í fjør og í ár vóru nýggj andlit at síggja, eins og summi gomul andlit eru farin í nýggjan búna. Ingi Hansen, sum hevur spælt við EB/Streymi, spælir í ár við B68. Í Atlantic Cup gekk væl hjá honum. Hann fekk sjey mál og gjørdist besti málskjútti í kappingini. B36 hevði fyrrverandi VB-aran Poul Thorsteinsson á liðnum, meðan Óli Johannesen, sum í 1996 og 1997 spældi við B36, nú er farin aftur til barndómsfelagið TB. Hjá GÍ slapp danski álopsspælarin Allan Birk at royna seg. Hann er nú farin aftur til Danmarkar, meðan GÍ skal avgera, um hann skal spæla við teimum í ár. Annars er Kristian Høgni Jacobsen úr NSÍ nú komin til GÍ, og tað frættist eisini, at Bárður á Lakjuni skal spæla við gøtumonnum í ár. Og á liðnum hjá HB sást Súni Fríði Johannesen í reyða og svarta búnanum fyri fyrstu ferð. Hann hevur frammanundan spælt við bæði NSÍ og B68. Annars hevði NSÍ Jens Martin Knudsen í málinum, men tað var ikki tí, at hann ætlar sær at spæla við NSÍ í ár. Av tí at Jens Martin skal spæla í Íslandi í ár, hevði GÍ betri hug at brúka onkran av sínum egnu málmonnum. Nýggi jugoslaviski málverjin hjá NSÍ er hinvegin ikki komin til landið enn, so tí varð heitt á føroyska landsliðsmálmannin um at verja málið hjá sínum gamla felag. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Føroysk úrslitatænasta til ítróttarveddarar Ítróttarvedding: Nú fer danska Tipstænastan at gera eina føroyska úrslitatænastu. Higartil hevur tað gingið rættiliga seint hjá føroyingum at fáa ítróttarúrslitini, veddað verður um, men so verður ikki í framtíðini Heilt síðani danska Tipstænastan fekk sínar egnu terminalar í Føroyum fyri skjótt einum ári síðani, hevur ein tann størsti trupulleikin verið, at tað hevur gingið rættiliga seint hjá føroyingum at fáa øll úrslitini at vita. Tipstænastan hevur eina víttfevnandi úrslitatænastu í Danmark - á tekstvarpinum hjá DR og eina servicetelefon - men eingin tílík tænasta hevur verið fyri Føroyar. Men hetta verður nú broytt. Um vikuskiftið vóru undirstjórin Michael Thielsen og eftirlitsstjórin Ole Torup frá Tipstænastuni í Føroyum í sambandi við, at ein føroysk úrslitatænasta skal setast á stovn. - Trupulleikin í Føroyum hevur verið, at tað hevur verið torført at fáa fatur á úrslitunum, men hetta verður vónandi lættari nú, segði Ole Torup á tíðindafundi fríggjadagin, og Michael Thielsen legði afturat, at teirra royndir úr Danmark eru, at jú betri úrslitatænastan er, jú størri er áhugin fyri at spæla. Ætlanin er, at nýggja føroyska úrslitatænastan, sum verður gjøgnum telefon, skal byrja týsdagin 3. februar. Í nýggju tænastuni verður innleiðingin og vegleiðing á føroyskum, meðan restin verður á donskum. Í Danmark verður tænastan uppdaterað so at siga beinanvegin, meðan tað í Føroyum verður við eitt sindur av forskjótingum. Men sum heild er talan heilt greitt um eina betri tænastu til føroyingar, sum gera nógv við ítróttarvedding. Nógvar ætlanir Annars hevur Tipstænastan nógvar ætlanir fyri framtíðina. Arbeitt verður við at fáa eitt sonevnt >>skrabespil<< í stíl við tað hjá Muskelsvindfonden til Føroya, og Tipstænastan fer í næstum eisini undir eitt nýtt spæl, nevnt >>Resultatet<<. Hetta minnir eitt sindur um >>Matchen<<, men her kann veddast um fleiri dystir á sama lepa, so oddsini kunnu koma upp á fleiri hundrað. Og harafturat hevur Tipstænastan ætlanir um at fara inn á spælimaskinumarknaðin. Hesar maskinur, sum verða nevndar VLT-maskinur (stendur fyri Video Lottery Terminal), minna eitt sindur um >>enarmede tyveknægte<<, men hetta verður kortini ikki í nærmastu framtíð. Føroyski parturin umleið hálvt prosent Síðani føroysku online-terminalirnir hjá Tipstænastuni lótu upp 1. apríl í fjør, hava føroyingar spælt rættiliga nógv. Sum vera man varð mest veddað í byrjanini - fyrstu vikuna spældu føroyingar online fyri tilsamans 596.192 krónur. Tað var tað sama sum 0,66 prosent av samlaða umsetninginum hjá Tipstænastuni hesa vikuna. Síðani minkaði tað so líðandi, og í dag liggur føroyski parturin av tí, sum kemur inn til Tipstænastuna, millum 0,3 og 0,4 prosent. Tað er eisini ymiskt, hvar verður veddað. Tølini hjá Tipstænastuni vísa, at serliga tríggir terminalar - allir í Havn - hava verið nógv nýttir. Hetta munnu ivaleyst vera terminalarnir í Horninum í SMS, í Kiosk Aktiv og í Keypssamtøkuni í Hoyvík. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Rokaligt hondbóltsvikuskifti Hondbóltur: Fimm hondbóltsdystir vórðu spældir um vikuskiftið, og fleiri staðni var rættiligt rok í. VÍF vann móti H71 og varðveitti sína oddastøðu Endaspælið í hondbólti kom rættiliga í gongd um vikuskiftið, og fleiri staðni spældi tað ikki friðarliga av. Leygardagin spældu H71 og VÍF í Havn. Hesi bæði liðini hava longu spælt tríggjar ferðir móti hvørjum øðrum bara síðani ársskiftið. Í steypakappingini vann VÍF í Vestmanna, men hoyvíkingar vendu støðuni til sín fyrimun í seinnu hálvfinaluni í Havn. Leygardagin ráddi tað so um landskappingina. Og her endaðu vestmenningar omaná 29-26 eftir at hava verið eina tonn framman fyri so at siga allan dystin. Tey flestu vóru samd um, at dómararnir høvdu ein óhepnan leiklut í hesum dystinum, serliga í fyrra hálvleiki. Men eftir dystin kundu Náttarravnavinnarin Áki Olsen og hinir VÍF-ararnir so fegnast um, at teir fingu hevnd fyri ósigurin í steypakappingini. Eisini Kyndil og StÍF hava spælt ofta móti hvørjum øðrum í seinastuni, og eisini her hava úrslitini verið báðar vegir. Hesa ferð vunnu strandingar 25-22, eftir at Kyndil hevði verið á odda 12-10 í hálvleikssteðginum. Teir vóru enntá framman fyri 9-1, tá fyrri hálvleikur var komin í helvt, men so steðgaðu teir upp, og StÍF át seg so líðandi inn á aftur Kyndil og tók seg í seinna hálvleiki framum. StÍF er framvegis bert eitt stig aftan fyri VÍF. Neistakvinnur spældu móti VB í Vági, og tað gekk ikki friðarliga fyri seg. Sum skilst var lítið skil í, serliga tá venjarin hjá VB varð burturvístur, men varð sitandi á bonkinum allan dystin. Dysturin var næstan liðugur, tá tað stóð á jøvnum 18-18, men so fekk Neistin sigursmálið. Áðrenn endaspælið hjá kvinnum byrjaði, stóðu trý lið jøvn við átta stigum. Neistin kom við tepra sigrinum í Vági upp á 10 stig, og tað sama hevur StÍF nú, eftir at tær sunnudagin vunnu 23-18 á Kyndli, sum sostatt verður standandi á átta. Eisini í botninum leikar javnt á. Áðrenn vikuskiftið høvdu GÍ, Stjørnan og VB øll fýra stig. VB fekk einki stig móti Neistanum, meðan GÍ vann 22-16 á Stjørnuni í Klaksvík. Tveir GÍ-spælarar fingu reytt kort, annar fyri tríggjar útvísingar og hin beinleiðis reytt kort. Møguleiki er fyri at røkka besta úrslitinum nakrantíð Fótbóltur: Mótstøðulondini eru litleys, men altjóða fótbóltsserfrøðingur heldur, at tað er møguleiki fyri at vinna fleiri stig, enn Føroyar hava gjørt higartil í undankappingum Tað tykist vera breið semja um, at fyri Føroyar var lutakastið til EM undankappingina ikki serliga heppið. Eingin av fíggjarligu tungvektarunum kom í bólk við Føroyum, sum heldur ikki fáa gleðina av at spæla ímóti onkrar av norðurlendsku grannatjóðunum. Men tað kundi verið uppaftur verri, verður eisini víst á, og tey, sum fyrst og fremst hugsað um ítróttarligu síðuna av søkini, halda, at mótstøðulondini eru av einum sovornum slagi, at tað er møguleiki fyri at røkka einum samantaldum úrsliti, sum verður betri, enn úrslitini hava verið í undankappingunum, sum Føroyar higartil hava tikið lut í. Allan Simonsen, landsliðsvenjari, telist millum teirra, sum sær møguleikar fyri fleiri stigum enn higartil. Hann vísir á, at Føroyar hava vunnið á útivølli ímóti Estlandi, og so heldur hann, at møguleikin at fáa stig ímóti onkrum av teimum stóru er ikki so lítil í hesum bólkinum. Hann sigur tað ikki serliga ítøkiliga, men ivaleyst hugsar hann um, at møguleiki átti at verið fyri onkrum javnleiki á heimavølli, tá Skotland, Litava, Bosnia-Hersegovina og Kekkia koma á Svangaskarð. Jens Martin Knudsen, mest royndi føroyski spælarin, er samdur við venjaranum: - Dreymarnar um at spæla á Wembley og at taka ímóti italsku og týsku heimsstjørnunum mugu vit leggja til síðis í fyrstu atløgu. Eg kundi havt hugsað mær ein litfagrari bólk enn tann, sum vit eru endaðir í, men eg dugi væl at síggja, at vit hava møguleikar fyri fleiri stigum, enn vit hava fingið higartil, og tað eiga vit at gleða okkum um, tí tað er fyrst og fremst stig og sigrar, sum vit eru áhugaði fyri. Javnasti bólkurin Ivan Moskalenko telist millum størstu altjóða fótbóltsserfrøðingarnar í Russlandi. Hann hevur sera stóran áhuga í Føroyum og í føroyskum fótbólti, og á ferðum, sum hann hevur verið saman við landsliðnum, hevur hann aftur og aftur staðfest, at hann veit meiri um og hevur størri innlit í altjóða fótbólt, enn tey flestu. Í løtuni er hann staddur í Føroyum, og hann er ikki í iva um, at tá allir níggju undankappingarbólkarnir verða sammettir, so eru Føroyar komnar í tann, har tað er minst upplagt, hvussu tað fer at laga seg: - Fýra av teimum seks londunum hava møguleika at spæla seg í endaumfarið. Skotland er tað veikasta av teimum níggju londunum, sum vórðu hægst styrkismett, og Bosnia er tað sterkasta av teimum londunum, sum vórðu flokkað í fjórðu røð. Kekkia og Litava hava møguleika at enda millum tvey tey bestu, og eg haldi, at Estland og Føroyar hava møguleika at taka stig frá hinum londunum. Tað kann væl vera, at tað fer at hava týdning fyri endastøðuna, hvussu nógv stig Føroyar og Estland hava tikið frá hinum londunum, sigur Ivan Moskalenko, sum heldur, at tilfarið hjá Allani Simonsen er so mikið spennandi, at liðið kann gerast væl betri. Hann ger eisini sínar metingar av mótstøðulondunum. Seinni verða møguleikar at venda aftur til hetta, men her skulu vit í stuttum draga okkurt fram av tí, sum hann sigur. Skotland Føroyar taptu 2-0 á Svangaskarði 7. juni í 1995. Fleiri av bestu monnunum hjá Skotlandi vóru ikki við í Føroyum ta ferðina, men Moskalenko heldur, at tað er lítið sannlíkt, at skotar fara at hava betri lið hesa ferð: - Flestu av stuðulsspælarunum eru gamlir og hava tískil sæð sínar bestu dagar sum fótbóltsspælarar. Craig Brown verður kanska aftur venjari, og hann megnar sera væl at fáa burturúr tilfarinum, men tað er ein veikleiki, at tað nú eru so fáir skotskir landsliðsspælarar í ensku kappingini. Kekkia Ivan Moskalenko veit at siga, at teir hava fingið nýggjan venjara. Dusan Uhrin hevur tikið seg aftur og er farin til Miðeystur, har møguleiki er at vinna stórar peningarupphæddir. Jozef Chovanes er nýggjur venjari. Hann er 37 ára gamal og hevur áður verið liðformaður á landsliðnum. - Kekkarnir hava somu spælarar, sum teir høvdu í síðstu kapping, men teir hava stórar trupulleikar. Poborsky og Berger vóru stjørnur, tá tað gekk væl í EM í 1996, men bæði í feløgunum, Manchester United og Liverpool, og á landsliðnum hava teir síðani havt stórar trupulleikar. Nedved og Bejbl úr ávikavíst Lazio og Atletico Madrid vera ivaleyst høvuðsstuðlar á einum liði, sum tað ber illa til at meta um styrkina á. Litava Høvuðsítróttargreinin er basketball, har teir teljast ímillum teir stinnastu í Europa, men av teimum baltisku londunum eru teir nógv teir stinnastu í fótbólti: - Tá hugsað verður um, at samlaða fólkatalið bara er umleið tríggjar milliónir, so hava teir framúr nógvar ungar fótbóltsspælarar. Kendasta fótbóltsfelagið hjá teimum er Zalgiris Vilnius. Tað sigur nakað um styrkina, at hetta felagið í áttati árunum var millum tey bestu í sovjetisku 1. deildini. Í HM undankappingini var um reppið, at Litava spældi seg í endaspælið. Um teir í síðsta dystinum høvdu vunnið á heimavølli ímóti Írlandi, so høvdu teir endað á øðrum plássi, men teir taptu 2-1 ímóti Írlandi, sum seinni mátti lúta fyri Belgia. Litava vann 2-0 á Íslandi heima og spældi 0-0 í Reykjavík, teir vunnu báðu ferðirnar ímóti Liktinstein - 2-0 úti og 2-1 heima, og teir vunnu við somu úrslitum á Makedonia, men tá var 2-0 á heimavølli og 2-1 á útivølli. Ímóti Rumenia taptu teir 1-0 heima og 3-0 í Bukarest. Bosnia Ivan Moskalenko undirstrikar landsliðsstyrkina við at vísa á, at Bosnia á heimavølli vann 3-0 á Danmark í HM undankappingini: - Liðið er nú í javnvág. Teir byrjaðu illa í síðstu kapping, men móti endanum vóru teir sera sterkir. Merkisvert er, at teir ikki taka lut í Europa Cup. Tað kemst av, at teir hava tríggjar landskappingar og harvið tríggjar meistarar - ein slaviskan, ein kátólskan og ein muhamedanskan. Higartil hava bara muhamedsmenn mannað landsliðið. Estland Føroyingar hava tvær ferðir roynt seg ímóti Estlandi, og tað er heilt greitt, at tað er fyrst og fremst ímóti hesari tjóðini, at møguleiki verður at fáa stig. 24. februar í 1996 endaði venjingardysturin á Kýpros 2-2, og 6. august í fyrraárið vunnu Føroyar 2-0 í Tartu. - Men eg vil mæla til at ansa eftir. Eg veit væl, at fleiri av bestu føroyingunum vóru ikki við í Tartu, men tá manglaðu eisini tveir teir bestu hjá heimaliðnum. Annar var málverjin Mart Poom, sum verjir málið hjá Derby County í bestu ensku deildini, og hin var Marek Lemsalo, sum akkurát tá royndi seg í Liverpool og nú er í Barnsley. Men alt annað líka, so haldi eg, at føroyingar hava áttu at havt góðar møguleikar ímóti Estlandi og serliga á Svangaskarði, heldur Ivan Moskalenko, russiskur fótbóltsserfrøðingur. FSF skal finna minst tríggjar milliónir tey bæði næstu árini Fótbóltur: Formaðurin í FSF vil binda um heilan fingur beinanvegin, heldur enn at fáa ein stóran fíggjarligan trupulleika komandi ár Tað er ikki uppá tal, at Fótbóltssambandið fer á húsagang, men formaðurin í FSF, Torleif Sigurðsson, ásannar, eftir at tað er vorðið greitt, hvørji mótstøðulondini verða í næstu EM undankapping, at tað er alneyðugt og kanska lívsneyðugt, at munurin millum inntøkurnar og útreiðslurnar hjá FSF tilsaman betrast í minsta lagið tríggjar mió. tey bæði næstu árini: - Vit hava eina eginogn upp á umleið tríggjar milliónir, og tað vil siga, at tað er ikki talan um, at vit fara á húsagang. Men sum kunnugt er posamatur ódrúgvur, og mín áskoðan er, at vit skulu gera alt, sum tað ber til at gera, fyri at sleppa undan at tera uppá eginognina, tá vit skulu fíggja raksturin av altjóða virkseminum komandi árini. Torleif Sigurðsson sigur, at roknskapartølini fyri 1997, sum verða løgd fyri aðalfundin, ið verður 31. januar, ikki eru serliga uppmuntrandi: - Fyri einum ári síðani varð nógv tosað um góðu roknskapartølini fyri 1996, sum vórðu løgd fyri aðalfundin. Tá undirstrikaði eg, at talan fór at vera um eitt rakstrarundirskot í 1997, og tað hevur gingið, sum vit roknaðu við. Vit arbeiða alla tíðina fyri at fáa javnvág í ætlanina fyri 1998, og eftir lutakastið leygardagin mugu vit bara staðfesta, at har fingu vit ikki tað hjálpina, sum vit kundu havt fingið. Bara eina ferð hepnir Torleif Sigurðsson heldur ikki, at føroyingar hava verið hepnir í teimum fimm lutakøstunum, sum UEFA og FIFA higartil hava havt ábyrgdina av, síðani Føroyar í 1990 fóru uppí altjóða kappingarnar: - Síggja vit tað frá fíggjarliga sjónarhorninum, so mugu vit ásanna, at higartil eru vit bara eina ferð komin í ein bólk, sum hevur borið stórar møguleikar fyri inntøkum fyri sjónvarpsrættindini við sær. Tað var, tá vit í júst loknu HM undankappingini fingu Spania sum hægst flokkaða landið. Hinar ferðirnar hava vit havt Jugoslavia, Rumenia og Russland sum hægst styrkismettu londini, og tað, sum vit hava fingið frá hesum tjóðunum fyri sjónvarpsrættindini á Svangaskarði, hevur verið millum lítið og einki og bara ein heilt lítil brøkpartur av tí, sum vit fingu frá Spania. Torleif Sigurðsson er glaður um, at FSF fyri einum góðum ári síðani longdi avtaluna við felagið UFA, sum keypir og selur sjónvarpsrættindi: - Tað er altíð ein metingarspurningur, um tú skalt gera tílíkar avtalur. Vit fingu trygd fyri inntøkum, men um vit høvdu verið hepnir í hesum lutakastinum, so kann tað hugsast, at vit høvdu havt møguleikar fyri uppaftur størri inntøkum, um vit nú sjálvir høvdu rættindini. Sæð út frá fíggjarliga vinklinum vóru vit ikki hepnir hesa ferð, og so er tað gott at eiga trygd fyri inntøkum. Stuðulsavtalurnar við lítið land Undir HM undankappingini, sum endaði í fjør, hevði FSF tríggjar stuðulssáttmálar. Ein var við Faroe Seafood Prime, ein var við Atlantic Airways, og ein var við ítróttarhandilin hjá Thomas Dam, sum syrgdi fyri klæðunum. Tíðarskeiðið fyri klædnaavtaluna er liðugt, og sáttmálarnir við Fiskasøluna og Atlantic eru bara galdandi til mars mánað í ár. Tað er eingin loyna, at áhugin hjá Fiskasøluni at gera avtalu við FSF komst av, at Poul Michelsen var stjóri har. Tað er hann ikki longur, og tá gongdin í felagnum harafturat verður havd í huga, so kann ein og hvør gera sær sínar metingar av, um teir eru hugaðir at halda fram. Tað man vera meiri sannlíkt, at Atlantsflog er áhugað at halda fram: - Vit hava havt følarar úti í sambandi við nýggjar sáttmálar, men enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu tað verður í framtíðini, men vit mugu fáa avtalur uppá pláss so skjótt, sum tað ber til. Torleif Sigurðsson ásannar, at talið á føroyskum fyritøkum, sum kunnu koma upp á tal at lata sovornar stuðulsupphæddir, er ikki stórt: - Higartil hevur talan bara verið um føroyskar loysnir, men tað er heilt upplagt, at vit eisini hyggja okkum um uttanlands. Hugsa tit um oljufeløgini? - Tað er sjálvsagt ein møguleiki. Royndirnar hjá okkum siga, at talið av útlendskum feløgum, sum eru áhugað er avmarkað, tí Føroyar og føroyski marknaðurin eru so smá. Ein klædnaavtaæa sum tann hjá FCK kemur ikki uppá tal hjá okkum, tí marknaðurin er so lítil, men vit fara at royna at fáa eina betri klædnaavtalu, enn vit hava havt higartil. Føroyar komu í eysturlendskan bólk Føroyingar sluppu heldur ikki hesaferð á Wembley, sum onkur spælari hevur ynskt Føroyar komu í bólk við fýra eystureuropeiskum londum umframt Skotlandi. Føroyaki bólkurin, eftir lutakastið sunnudagin, sær soleiðis út: Skotland Kekkia Latvia Bosnia-Herzegovina Føroyar Estonia Um gransking av føroyskum skúlaskapi Í Degi og viku 9. jan. 98 kom fram eitt sera forvitnisligt uppskot frá háttvirda landsstýrismanni, Eilifi Samuelsen. Uppskotið snúði seg um at fáa gongd á granskingina av føroyskum skúlaskapi. Undirritaði tekur fult undir við hesum frálíka uppskoti. Innan gransking er tað vanliga soleiðis, at týdningarmikið er at finna økir, har møguligt er at seta fram viðkomandi spurningar, t.d. hvat, hví og hvussu...? Niðanfyri skal tí ein roynd verða gjørd at geva eitt íkast til tess at finna fram til nakrar spurningar innan føroyskan skúlaskap, ið avgjørt høvdu verið sera áhugaverdir at fingið svar uppá: 1: Hví hevur Fiskivinnuskúlin í Vestmanna ár eftir ár ikki vitað, um hann er keyptur ella seldur, um hann kann halda fram, skal flyta, ella onga játtan fáa? 2. Hví hevur HF-Skeiðið í Klaksvík verið nærum niðurlagt einaferð um árið hesi seinastu mongu árini? 3. Hví bróta føroyskir skúlamyndugleikar á 5. ári galdandi reglur fyri innilut á Studentaskúlanum og HF-Skeiðinum í Eysturoy, og hvar skal ábyrgdin plaserast? 4. Hví roynir Skúla- og Mentamálastýrið at stúva 28 næmingar inn í skúlahøli á studentaskúlunum í Føroyum, har inniluftin frammanundan er ov vánalig, sjálvt við 24 næmingum? 5. Hvat bleiv av tí hálovaða >>samstarvinum<< millum Handilsskúlan á Kambsdali og Eysturoyar Studentaskúla og HF-Skeið, t.d. í sambandi við teldu-hølir, samlesing og fakum, felags lærarar osfr? (høvuðsargument fyri at byggja skúlarnar saman, ið sannførdi ein meirluta av Føroya Løgtingi, og annars dýrkaði skúlan í ólukkumát). 6. Hví skuldi Eysturoyar Studentaskúli og HF-Skeið partú byggjast og takast í nýtslu, innan valstríðið byrjaði til seinasta løgtingsval? (møguliga kann Signar Hansen á Brúnni hjálpa við hseum spurningi). 7. Hvussu ber tað til, at ein ikki-fólkavaldur persónur (landsstýrismaðurin í skúlamálum) sleppur at arbeiða fyri t.d. pkt. 1,2,4,5,6 uttan at fleiri hampa- & skilafólk innan sambandsflokkin tykjast at látast um vón? - Soleiðis kann haldast fram at geva uppskot til granskingarevnir innan føroyskan skúlaskap. Um hetta ikki nøktar tørvin, kann møguliga eisini verða hugt at umhvørvisøkinum, har háttvirdi umhvørvismálaráðharrin, Eilif Samuelsen, t.d. gav loyvi til at oyða alt lív í ávísum vøtnum og áum í Suðuroy, og tvær ferðir hevur loyvt at veita vistfrøðiliga týdningarmikið vatn í Eysturoy norður til Eiðis. - Jú, sanniliga er hópur av góðum granskingarevnum at taka av. Eitt, ið kanska hevði verið enn meira áhugavert enn omanfyristandandi uppskot, er eitt alt ov lítið troytt granskingarevni í Føroyum. Hetta kallast >>sjálvgransking<<, ella sjálvrannsakan. Mær tykir, at hetta er harðliga tiltrongt hjá omanfyri nevnda landsstýrismanni. Dánjal Petur Højgaard, lærari & frítíðargranskari Upplýsið Tinganes! Virkuliga hugnaligt at síggja skrímslið, tey kalla Ítróttarhøllina á Nabb, upplýst hvørja nátt. Sum eg havi upplivað tá eg havi verið í øðrum londum, er vanligt at illuminera (upplýsa) slott og aðrar tignarligar bygningar. Men her heima hjá okkum verður mett, at størri virði er í at framelska eina ítróttarhøll. Tinganes, ið óivað er størsta og elsta museum í Norðurhøvum, er ikki til at fáa eyga á, tá seinasta vaskikonan hevur sløkt eftir sær. Tær løturnar á kvøldi hugna tær so mikið frægt um, at Nesið sæst, men hevði tað ikki verið annað enn rímiligt, at havnarfólk kundu nýtt fittu sjónina av hesum søguliga stað um kvøldarnar? Tá Nabb hevur ráð, máttu juristarnir í Nesinum kunna spent seg út og latið nøkur sparioyru til SEV. LJÓSnarin Toftafólk missa ikki posthúsið Postavgreiðslurnar á Toftum og aðrastaðnis verða ikki lagdar niður. Ætlanin hjá Postverkinum og fyrrverandi landsstýrismanninum í postmálum verður sostatt av ongum. Ætlanin hjá Postverk Føroya var at niðurleggja postavgreiðslurnar á hesum støðum: Toftum, Gjógv, Porkeri, Fámjin, Sandvík, Viðareiði, Stykkið, Skálavík og Kvívík. Ætlanin fekk undirtøku av táverandi landsstýrismanni í postmálum. Til tess at steðga hesi ætlan, tóku 7 tingmenn (Hendrik Old, Jákup Olsen, Jógvan A. Johannesen, Ingeborg Vinther, Lasse Klein, Signar á Brúnni og Tordur J. Niclasen) seg saman og løgdu uppskot á ting, har m.a. varð víst á, at ætlanin ikki kundi góðtakast og varð undirstrikað tað neyðuga í, at varðveita tær smáu eindirnar kring landið. Eisini varð víst á, at hesar tænastur á nevndu støðum vóru mettar so týdningarmiklar, at Postverk Føroya ikki í framtíðini av sínum eintingum kundi niðurleggja tænastur, uttan at serlig løgtingslógarheimild varð givin til tess. Eftir tí sum løgtingið nú, við góðari undirtøku, hevur samtykt, er tað lógarásett, at Postverk Føroya hevur skyldu til at hava postavgreiðsluhús á 40 navngivnum støðum í landinum. Sostatt verður í framtíðini neyðugt at broyta sjálvan lógartekstin - og tað kann bert tingið gera - um ætlanin er hjá Postverkinum ella landsstýrismanni er, at niðurleggja nakað postavgreiðsluhús í ávvísari bygd í landinum. Í eini miðsavningartíð er hetta at fegnast yvir, so tøkk skulu teir hava, ið tóku undir við uppskotinum. Eiði 17.01.98 Tordur J. Niclasen løgtingsmaður Nú verður skjøtil settur á svimjuhylin hjá Ova Stuðulsnevndin fyri Svimjihyl í Nólsoy hevur nú tikið avgerð um at fara undir 1. byggistig av svimjihylinum, sum Ove hevði lovað børnunum í Nólsoy Jan Müller Leingi hevur verið arbeitt við at savna pening til ein svimjihyl í Nólsoy. Fyrsta stuðulsnevndin sá dagsins ljós fyri 11 árum síðani, stutt eftir, at Ove Joensen so syndarliga fórst á Skálafjørðinum í besta veðri. Henda fyrsta nevndin hevði sum endamál at savna eina millión kr., og tá hetta málið var nátt, legði tann nevndin frá sær. Á heysti 1993 var so nýggj nevnd vald, og helt henda fram við arbeiðinum. Samstundis sum orka var nýtt til framhaldandi at savna pening, varð samstundis arbeitt við fyrireikingunum til sjálva byggingina. Sjálvandi eru nógvir lutir at avgreiða í slíkum fyrireikingum. Eitt nú skal øki fáast til vega, byggiloyvi skal gevast og ikki minst skal slík bygging projekterast. Alt hetta liggur nú klárt. Fara undir 1. byggistig Og nú tykist, sum nakað fer at henda í málinum um svimjihyl í Nólsoy. Nevndin fyri svimjihyl hevur tikið støðu um at seta skjøtil á, og umfatar 1. byggistig avgrevstur og planering av økinum. Tá hetta arbeiði er gjørt, verður farið undir betongarbeiði, sum væntandi skal verða liðugt til summars. Leo Poulsen, formaður í nevndini sigur, at nevndin nú metti tað vera neyðugt at fara undir arbeiðið. Fólk, ið kanska hava gjørt eitt arbeiði fyri at gera ynski hjá Ova til veruleika, ótolnast sjálvandi, tá einki hendir. Samstundis má roknast við, at vælvildin verður so mikið størri, tá nakað sæst eftir av tí peningi, ið inn er savnaður. Alt er klárt at fara undir arbeiðið, og væntandi verður byrjað fyrst í komandi viku av grava omanav. Tá hetta er gjørt, verður farið undir spreingiarbeiðið og planering. Nevndin ætlar at hava 1. byggistig, sum umframt framman fyri nevnda umfatar alt betongarbeiðið, liðugt í summar. Brúka pengarnar Nær svimjihylurin so verður klárur at taka í nýtslu, er ein annar spurningur. Men nevndin metir, at tað fer at økja munandi um áhugan, tá nakað veruligt sæst eftir, og tískil skuldi verið møguligt at gjørt ymisk tiltøk at savna pening til svimjihylin, tá alt betongarbeiðið er gjørt. Sum nevnt omanfyri metir nevndin tað neyðugt og rímiligt nú at brúka tann pening, ið savnaður er. Projekteringin er goldin, og nevndin eigur í dag knappa millión. Roknað verður við, at 1. byggistig kann gerast fyri hesa upphædd. Í nevndini fyri svimjihylin sita í dag Leo Poulsen, formaður, Petur Hans Hansen, næstform., Una Hansen, kassameistari, Hilmar Joensen og Anny Niclasen. Tað eru arkitektarnir Albert Isfeldt og Gudmund Hansen, ið hava teknað svimjihylin í Nólsoy. Nú mugu vit stinga høvdini saman at fáa enda á verkfallinum ­ Vit tosaðu nógv um verkfallið í tinginum fríggjadagin og eg haldi, at vit skulu halda fram á tingfundinum í morgun at vita, hvussu vit kunnu fáa enda á tí, so næmingarnir fáa prógvini. Tí tað er heilt forkastiligt og ófyrigevandi at Eilif Samuelsen ikki fýrir fyri at offra ein heilan árgang av ungdómi fyri eitt mál, sum fyrst snúði seg um 400.000 kr., men sum nú snýr seg um eitt prinsipp Nú bendir alt á, at tað verður løgtingið, sum fer at royna at fáa enda á verkfallinum hjá studentaskúlalærarunum, so næmingarnir sleppa aftur í skúla. Verkfallið er er nú farið inn í triðju viku og nú fer av álvara at sansa at hjá næmingunum. Men kortini er onki samband ímillum partarnar. Og nú eru tingmenn úr fleiri flokkum farnir at trákkast eftir eini loysn. Báði Javnaðarflokkurin, Miðflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava havt málið frammi. Í gjáramorgun boðaði Miðflokkurin frá, at hann fer at leggja uppskot fyri tingið um málið. Eisini formaður javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard heldur, at tingið eigur at umhugsa, hvussu málið kann loysast politiskt. Men mótsatt Miðflokkinum vil hann ikki leypa framav og kunngerða beinanvegin, hvat eigur at vera gjørt. Tí hann sigur, at tað er nevniliga ikki so einfalt sum tað ljóðar hjá tinginum at leggja uppí málið. ­ Vit tosaðu nógv um verkfallið í tinginum fríggjadagin. ­ Og eg haldi at vit eisini skulu stinga høvdini saman á tingfundinum í dag at vita, hvussu vit loysa málið sum frægast, sigur Jóannes Eidesgaard. Møguleikarnir eru avmarkaðir Hann sigur, at tað er eitt veikleiki í tingskipanini, at hon er rælttiliga stirvin, táið tað snýr seg um mál, sum hava skund. ­ Signar á Brúnni hevur reist ein fyrispurning til Eilif Samuelsen um málið. ­ Men eftir tingsskipanini fær landsstýrismaðurin 20 dagar at umhugsa seg í, áðrenn hann skal svara. ­ Og 20 er so leingi í hesum máli, at eg vóni, at tað er loyst langt áðrenn tað. Jóannes Eidesgaard sigur, at ein annar møguleiki er at leggja eitt uppskot til samtyktar fyri tingið. ­ Men eftir tingskipanini er tað eisini rættiliga avmarkað, hvat tað ber til at leggja uppskot til samtyktar fyri tingið um. ­ Talan er í veruleikanum bara um ríkislógartilmæli, um millumtjóða sáttmálar, um at taka órinið frá tingmonnum, um roknskapin hjá landskassanum, um nýval, um brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna o. s.fr. ­ Og eg ivist stórliga í um Løgtingsskrivstovan hevði góðtikið eitt uppskot til samtyktar sum miðaði ímóti at fáa enda á verkfallinum hjá studentaskúlalærarunum. ­ Fyrr kundu vit áleggja landsstýrinum báði eitt og annað, men tað ber altso ikki til longur. ­ Tað ber eisini til at leggja lógaruppskot fyri tingið. ­ Men eisini tað tekur ein mánaða at avgreiða, um ikki tingið samtykkir, at frávik verður gjørt frá tíðarfreistini. ­ Vit kunnu eisini reisa ein munnligan fyrispurning, men tað gevur onga talutíð. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað, sum hevði verið skjótast, hevði verið at reist uppskot um misálitisváttan. ­ Men tað er ein spurningur, hvussu langt, vit høvdu komið við tíð, tí vit vita, at samgongan styðjar sínar egnu, sama, hvat misálitið annars er um. Jóennes Eidesgard sigur, at hann saknar ein ventil í tingskipanini, sum gevur møguleika fyri at "koma á tal^3 við landsstýrið í eini knappari vending, tá ið tað snýr seg um mál, sum hava skund. ­ Men nettupp tí at møguleikarnir eru so avmarkaðir, heldur hann, at tað er sera umráðandi, at øll, sum vilja málinum væl, stinga høvdini saman á tingfundinum í dag, so at eitt úrslit spyrst burturúr. Jóannes Eidesgaard sigur, at báði Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin heittu í farnu viku á landsstýrismannin um at fáa málið loyst. Javnaðarflokkurin heitti eisini í øðrum lagi á løgmann um at áleggja landsstýrismanninum at loysa málið. ­ Tað gjørdu vit, tí tann parturin, sum verkfallið rakar, hevur ongan møguleika at koma uppí málið. Men tað var alt til fánýtis. Og tað undrar Jóannes Eidesgaard. Tí hann heldur, at hevði tað ikki verið ein sambandsmaður, sum umsat skúlamál, hevði løgmaður verið skjótur at tikið málið frá honum. ­ Tað undrar meg, at hann ikki kann taka eitt mál frá Eilifi Samuelsen, tá ið hann kundi taka øll málini frá Sámal Peturi í Grund stutt fyri jól. ­ Og tað er ongin ivi um, at Landsstýrismaðurin hevur brotið eina kunngerð. So eg ivist í, hvussu sterkur Eilif Samuelsen stendur. Farið upp í spíss Jóannes Eidesgaard heldur, at prinsipielt eigur løgtingið ikki at leggja uppí eina ósemju á arbeiðsmarknaðinum. ­ Tað hevur ikki verið væl dámt, men hevur kortini verið gjørt onkuntíð, tá ið ongin onnur loysn var, og táið landsins virði vóru við at fara fyri skeytið. ­ Og tað haldi eg, at tað er í hesum føri. ­ Tí táið ein heilur árgangur av skúlaungdómi er í vanda fyri ikki at fáa prógv, haldi eg, at talan er um at landsins virði eru í ferð við at verða søplað burtur. ­ Og vandin fyri, at næmingarnir ikki fáa prógvini til tíðina er veruliga stórur og veksur hvønn dag. ­ Vit eiga at minnast til, at fær ein næmingur ikki fylgt vanligu undirvísingini í fjúrtan dagar, ella tríggjar vikur, fær hann tilboð um privata undirvísing. ­ Tað er væl tí tað verður ásannað, at tað er ov nógv at missa undirvísingina í 14 dagar. ­ Tí tað hevur nevniliga stóran týdning at fáa so góð prógv, sum gjørligt. ­ Verkfallið kann tí føra við sær, tær útbúgvingarætlanir, næmingar hava lagt, mugu sleppast, og tað er onki minni enn ein vanlukka. Jóannes Eidesgaard heldur, at tað er heilt ábyrgdarleyst og forkastiligt, at ein landsstýrismaður sleppur at offra ein heilan árgang av skúlaungdómi, bara tí hann vildi spara 400.000 krónur. ­ Tað er heilt undarligt, táið vit hava í hugsa, hvussu nógvar ferðir 400.000 krónur landsstýrið hevur gjarað út, og fer at gjara út til onnur endamál, beint ímóti tilmæli frá øllum, sum hava skil fyri fíggjarmálum. ­ Men nú hevur Landsstýrið langt síðani spart tær 400.000 krónurnar. ­ Kortini sleppa næmingarnir ikki aftur í skúla, tí nú er málið blivið ein spurningur um prinsipp. ­ Og tað haldi eg, er heilt forkastiligt og ófyrigevandi, heldur Jóannes Eidesgaard. Den Danske Bank hevur onga skyld Fyrst vildu teir ikki hoyra talan um nakað endurgjald. Men eftir at hava granskað frágreiðingina um vikuskiftið, er leiðslan í Den Danske Bank komin til ta niðurstøðu, at teir nú vilja tosa um eitt møguligt endurgjald Fríggjadagin kom so tann leingi vætnaða frágreiðingin frá bankakanningarnevndini. Og niðurstøðan var greið. Den Danske Bank hevði ikki sagt føroyingum allan sannleikan, um fíggjarligu støðuna hjá Føroya Banka. Peter Straarup, stjóri í Den Danske Bank stendur, saman við Ricardi Michelsen, fyrrverandi tjóðbankastjóra og Eigil Mølgaard stjóri í Fíggjareftirlitinum, sum tann heilt stóri skálkurin. Umdømið hjá Den Danske Bank, hevur av somu orsøk fingið nakrar djúpar skøvur, og tað er ikki nakað sum teimum dámar í Den Danske Bank. Bankin svarar aftur Tá tað gjørdist greitt, at bankin var tann stóri syndarin, boðaðu teir frá, at teir mánadagin fóru at koma við einum aftursvari til tað, sum sagt verður í frágreiðingini. Nú er svar teirra komið. Í frágreiðingini slær Den Danske Bank fast, at orsøkin til >>Føroya-málið<<, er uppstaðið úr kreppuni í føroyska samfelagnum síðst í 80-árunum og fyrst í 90-árunum. Støðan hjá føroysku peningastovnunum var alt annað enn góð, og teir høvdu brúk fyri meiri peningi. Føroya Banki fekk í desember 1992 332 mió. kr. frá Den Danske Bank, sum tá var høvuðspartaeigari. Eisini Sjóvinnubankanum tørvaði pening. Í november 1992 fekk hann 475 mió kr. frá Landsstýrinum, og í februar 1993 fingu teir 350 mió kr. afturat. Leiðslan í Den Danske Bank helt nú, at kappingin var farin av lagi, av teirri orsøk, at tað almenna Føroyar var farið inn í bankavirksemi gjøgnum Sjóvinnubankan. Tann 8. februar 1993 settu teir seg tí í samband við forsætismálaráðið, fyri at tosa um eina broyting í eigaraviðurskiftunum í føroysku bankunum. Uppfatanin hjá bankanum var, at øll føroyska vinnan vóru kundar hjá báðum bankunum, og at tað tí var eitt gott hugskot at leggja bankarnar saman. Samanleggingin fór eisini at gera eina umlegging av føroysku vinnuni lættari, var teirra meting. Áheitanin hevði við sær, at samráðingarnar um, at føroyingar skuldu yvirtaka Føroya Banka byrjaðu. Samráðingarnar endaðu sum kunngugt við, at Fíggingargrunnurin og Den Danske Bank býttu um partabrøv soleiðis, at Fíggingargrunnurin nú var høvuðspartaeigari í báðum bankunum, meðan Den Danske Bank var minnilutaeigari. Partabrævabýtið hevði samstundis við sær, at Den Danske Bank ikki fór at seta meiri pening í Føroya Banka. Hetta vóru allir partar í samráðingunum greiðir yvir, eisini Føroya Landsstýrið. Niðurstøðan í frágreiðingini Tað hevur verið tosað nógv um, at Peter Straarup í marts 1997 hevur sagt, at Føroya Banka ikki fór at tørva meiri pening framyvir. Til tað sigur leiðslan í Den Danske Bank, at teir ikki vistu at bankanum tørvaði pening. Samráðingarnar fóru fram stutt eftir at roknskapurin fyri 1992 var framlagdur, og Den Danske Bank hevði tá ikki fingið upplýsingar um, at Føroya Banka fór at mangla pening. Tí meta teir ikki, at teir hava givið skeivar upplýsingar. Frágreiðingin frá kanningarnevndini sigur, at Den Danske Bank m. a. hevur hildið upplýsingum aftur, um at Føroya Banki ikki lúkaði minstukrøvini fyri tøkan pening. Til hetta svarar bankin, at allir partar í samráðingunum vóru greiðir yvir, at >>likviditetsstøðan<<í føroysku bankunum var hart spent, og at støðan hjá Føroya Banka var lýst í roknskapinum fyri 1992. Trýstu føroyngar Bæði bankin og Mogens Lykketoft fíggjarmálaráðharri hava fingið av at vita í fjølmiðlunum fyri at leggja trýst á føroyingar. Frágreiðingin staðfestir, at bankin hevur framskundað arbeiði við útkastinum til avtaluna nógv meiri enn upprunaliga var ætlað. Til tað svarar bankin, at teir ikki kunnu góðtaka hesa niðurstøðu. Teirra uppfatan var, og er enn, at málið hevði sera stóran skund. Føroyski búskapurin versnaði fyri hvønn dag sum gekk, og kundi bert rættast uppaftur um báðir bankarnir vórðu samanlagdir. Niðurstøðan hjá Den Danske Bank er tí, at teir einki skeivt hava gjørt, og at tað tí ikki er grundarlag fyri einum endurgjaldskravi mótvegis bankanum. Harafturat siga teir, at talan var um ein handil við Fíggingargrunnin og ikki við Føroyar. Hóast tað er bankin sinnaður til, at tosa um eitt møguligt endurgjald til føroyingar, um tað vísir seg, at tapini uppá kundar í Føroya Banka eru størri, enn tapini uppá kundar í Sjóvinnubankanum. Við hesum vónar bankin, at teir hava gjørt sítt til, at >>Føroya-málið<< fær eina skjóta loysn. Sannleikans tími er komin Vit fingu rætt í bankamálinum. Nú er sera umráðandi at allir flokkar á tingi standa saman. At Føroya Løgting - bæði samgonga og andstøða - eins og Føroya Landsstýri draga eina línu Loksins fingu vit so frágreiðingina frá Bankakanningarnevndini. Úrslitið er, at føroyski illgrunin um, at danir hava svikað í bankamálinum verður dyggiliga staðfestur í teimum niðurstøðum, sum kanningarnevndin hevur gjørt. Kanningarnevndin staðfestur tó ikki nakra ábyrgd. Tað høvdu vit heldur ikki roknað við, tá hesin kanningarhátturin varð valdur, ella rættari sagt góðtikin frá føroyskari síðu. Tað arbeiðið er sostatt eftir enn. Í frágreiðingini er nógv, sum bendir á, at talan hevur verið um eina væl fyriskipaða danska ráðagerð ímóti okkum føroyingum. Millum annað fáa vit at vita, at vit føroyingar hava verið mettir sum ein mótpartur í teimum samráðingum, ið hava verið millum donsku stjórnina og føroyska lands-stýrið øll hesi seinastu árini. Eisini fáa vit at vita, at føroyska heimastýrið ferð eftir ferð, við hóttanum, verður trýst at taka týðandi avgerðir við sera stuttum skotbrá. Somuleiðis staðfestir frágreiðingin, at Føroyabólkurin, sum okkum vitandi hevði umboð frá fleiri donskum ráðharrastovum, eisini hevði umboð frá Fíggjareftirlitinum og frá okkara egna Fíggingargrunni frá 1992, og at bólkurin hevði neyvt samstarv við danska stórbankan, sum við góðari hjálp frá Føroyabólkinum framdi svikið ímóti føroyska samfelagnum. Fyribils bendir onki á, at kanningarúrslitið fær politiskar avleiðingar í Danmark, men fleiri røddir eru frammi við ábendingum um, at hetta eigur at fáa avleiðingar fyri danska embætisverkið. Møguleikin fyri eini tænastumannakanning av embætisverkinum er nevndur. Hetta haldi eg vera sera rímuligt og heilt náttúrligt. Júst hvørjar persónar ein tænastumannakanning eigur at fevna um, eri eg ikki førur fyri at siga, men embætismenninir í Fíggjareftirlitinum eiga ikki at sleppa undan. Heldur ikki dupultgangarin í Fíggingargrunninum frá 1992 og í Føroyabólkinum. Tað sama er at siga um dupultgangaran í Ráðgevandi nevndini viðvíkjandi Føroyum og í Føroyabólkinum. Annars haldi eg at allur Føroyabólkurin eigur at verða lagdur undir sjóneyku. Tað verður torført at byggja álitið millum Danmark og Føroyar uppaftur, um danskir politiskir myndugleikar ikki bera so í bandi, at hetta fær avleiðingar fyri tey, sum hava staðið aftan fyri hesa ráðagerð. Eftir at vit hava fingið frágreiðingina frá Bankanevndini, er tað vorðið púra greitt, at vit føroyinga eiga at fáa eitt endurgjald úr Danmark, ið svarar til ein rímuligan part av tí, sum bankabjargingarnar hava kostað føroyska samfelagnum. Spurningur er bert, hvussu vit skulu fáa fatur á hesum endurgjaldi. Eigur hetta at verða gjørt við einum rættarmáli ella við politiskum samráðingum millum føroyingar og danir. Tann fyrra møguleikan eiga løgfrøðingar at meta um. Vit hoyra longu nú, at fleiri løgfrøðingar bæði í Danmark og í Føroyum eru sera ivasamir. Tí spurningurin er hvør skal reisa endurgjaldskravið ímóti danska stórbankanum. Formliga er tað Fíggingargrunnurin frá 1992 sum er snýttur. Men hinvegin spældi formaðurin í grunninum við í sjálvari ráðagerðini ímóti føroyingum. Hann visti alt. Tí verður eitt rættarmál helst sera trupult. Hin møguleikin er so politiskar samráðingar millum føroyingar og danir. Annars tykist alt orðaskiftið at snúgva seg um partabrævaumbýtið og keypið av Føroya Banka, meðan spurningurin um, hví tað gjørdist neyðugt at bjarga Sjóvinnubankanum bæði eina og tvær ferðir, tykist at vera gloymdur. Tað er eisini ein spurningur, um tað var rættvíst, at Fossbankin fór á húsagang. Tá vit nú, við støði í frágreiðingini hjá Bankakanningarnevndini, kenna leiklutin hjá Fíggjareftirlitinum, er orsøk at seta spurnartekin við bæði bjargingarnar av Sjóvinnubankanum og við húsagangin hjá Fossbankanum. Fíggjareftirlitið syrgdi nevniliga fyri, at øll virðini aftanfyri útlánini hjá føroysku peningastovnunum, vórðu niðurskrivað. Hetta førdi til kravið um peningainnspræning í Sjóvinnubankan. Og seinni førdi hetta til at Fossbankin fór á húsagang. Umframt at fáa endurgjald frá Den Danske Bank fyri partabrævaumbýtið, og seinni fyri keypið av Føroya Banka, kann tað eisini verða ein spurningur um endurgjald frá danska ríkinum fyri tað, at Fíggjareftirlitið metti virðini aftan fyri útlánini hjá bankunum so lág, at tað gjørdist neyðugt hjá landskassanum at geva Sjóvinnubankanum bæði eina og tvær peningainnspræningar uppá tilsamans hundraðtals milliónir. Hetta eru spurningar, sum vit eisini eiga at hava í huga, nú endurgjaldsspurningurin verður viðgjørdur. Men fram um alt er tað sera umráðandi, at vit føroyingar nú standa saman, og eru fullkomuliga samdir um tað, sum víðari skal henda í málinum. Allir flokkar á tingi eiga at standa saman. Føroya Løgting og Føroya Landsstýri eiga at draga eina línu. Fyri at røkka hesum máli er tað neyðugt at landsstýrið og umboð fyri allar flokkar á tingi fara til samráðingar-borðið. Tann 19. januar 1998 Vilhelm Johannesen Den Danske Bank kúvendur Sambært >>Nyhedsmagasinet<< í tíðindasendingini hjá DR1, kl. 21.00 í kvøld, segði Peter Straarup, at Den Danske Bank er sinnaður til at tosað um eitt endurgjald Den Danske Bank hevur fingið av at vita seinastu tveir dagarnar. Orsøkin er sjálvsagt frágreiðingin hjá bankakanningarnevndini sum sigur, at leikluturin hjá Den Danske Bank í sambandi við partabrævaumbýti ikki var heilt >>eftir bókini<<. Peter Straarup, stjóri í Den Danske Bank, hevur í kvøld luttikið í sjónvarpstíðindasending hjá Danmarks Radio. Har segði hann, at kann tað prógvast, at tað er eitt tap uppá hvønn einkultan kunda, sum er størri í Føroya Banka enn í Sjóvinnubankanum, so vil Den Danske Bank endurrinda hetta tapið. Eisini sigur hann, at tann nógv umtalaða hondskrivaða fundarfrágreiðingin hjá Sigurdi Poulsen, frá fundinum tann 17. marts 1993, >>blev tiltrådt af alle deltagere<<. Hóast hetta varð endaliga fundarfrágreiðingin broytt. Tí hann pástendur, at hann ongantíð hevur sagt tað, at Føroya Banki ikki fór at mangla kapital seinni. Tað hevur verið tosað nógv um framferðina hjá Den Danske Bank. Per Stig Møller, formaður í Konservativa flokkinum, samanlíknaði bankasøluna við, at selja eitt hús, sum er fult av svampi. Til hetta sigur Peter Straarup, at teir hildu, at bankarnir vóru í sama standi, tá partabrøvini vórðu umbýtt. Eisini Fíggjareftirlitið hevði ta fatan, at bankarnir vóru í sama standi, sigur Peter Straarup í kvøld. Peter Straarup heldur ikki, at frágreiðingin plaserar nakrar ábyrgd hjá Den Danske Bank. ­ Den Danske Bank er ógvuliga sjálvkritiskur, men aftaná at hava lisið alla frágreiðingina, onki funnið sum vit kunnu kritisera okkum sjálvar fyri, segði Peter Straarup. ­ Men okkum dámar ikki, at bankin kemur í ringt av hesum, og tí lata vit hurðina upp, soleiðis at er tað eitt tap uppá kundarnar í Føroya Banka sum er størri enn tapið uppá kundarnar í Sjóvinnubankanum, so eru vit til reiðar tosað um tað, segði Peter Straarup. Í hesum sambandi nevndi hann eitt tal uppá 200 til 250 milliónir. Men hvussu nógv leggjast skal í tað. Í sambandi við frágreiðingina frá bankakanningarnevndini, hevur Den Danske Bank arbeitt alt vikuskifti, fyri at lesa og seta seg inn í frágreiðingina. Í morgin sendir Den Danske Bank út eina frágreiðing, sum er teirra svar í málinum um partabrævaumbýti í teimum føroysku bankunum. Har verður m.a. nevnt, at bankin er sinnaður at tosa um endurgjald. Edvard Joensen úr København edvard@sosialurin.fo Atli Dam: ­ Frágreiðingin er ov grunn Frágreiðingin, sum komin er um bankakanningina, er ov grunn, metir Atli Dam. Hann heldur, at sokallaði Føroyabólkurin er sloppin alt ov lætt burtur úr hesum málinum Teir stóru bandittarnir eru teir, sum lótu í pottin til greytin, ið nú er kókaður. Nevniliga tann sonevndi Føroyabólkurin, sum vóru embætismenninir, sum løgdu alt til rættis longu í 1991. Og hesir eru slopnir alt ov væl burtur úr kanningini, sigur Atli Dam í stuttari viðmerking. Atli Dam heldur tað vera gleðiligt, at Føroyar hava fingið eitt slag av æruuppreisn, sum hann tekur til. Men spurningurin er so, hvat vit fáa brúkt tað til í praksis. Tí æruni fáa vit ikki goldið nakra skuld við. Atli Dam metir, at málið má loysast politiskt. Og hann heldur, at ein rímulig loysn av málinum hevði verið eitt trýbýti av parti av føroysku skuldini. Vit kunnu ikki sleppa okkum undan, at vit eiga ein part av samlaðu skuldini sjálvir. Einar Tvær milliardir. Men restina vil hann halda, at Føroya føroyingar, danski staturin og danski fíggjarheimurin eiga at býta sínámillum. Og verður ikki møguligt at fáa Den Danske Bank at verða við, má Tjóðbankin taka tann partin, heldur Atli Dam. Atli Dam sigur, at tað hevði verið rætt, um kanningin byrjaði longu í 1991 við Føroyabólkinum, sum rak politikkararnar í rætt og í grundini gjørdi við teir, sum hann vildi. Serliga tí Ráðgevandi nevndin ongantíð vildi tosa við táverandi Landsstýri um bankarnar og Fiskasøluna. Atli Dam heldur lítið um tosið um, at danir hava hjálpt føroyingum í hesum málinum. >>Ein hjálp, sum ikki er umbiðin, men kroyst niður yvir ein við revolvara fyri pannuni, er eingin hjálp, men uppílegging.<< Atli Dam sigur, at teir vistu einki um aktivitetirnar hjá Ejgil Mølgaard, stjóra í Figgjareftirlitinum og Den Danke Bank, sum nú eru komnir fram. Hann sigur, at nevndin í Sjovinnubankanum bað um miðjan september í 1992 stjóran í Figgjareftirlitinum fara í Tinganes at tosa við Landsstýrið um støðuna hjá Sjóvinnubankanum. Men tað vildi hann ikki. Einar 14 dagar seinni var han kortini fúsur at tosa við Landsstýrið, men tá var støðan ein onnur. Og úrslitið av henni kenna øll. Edvard Joensen úr København edvardsosialurin.fo Den Danske Bank ivast Samstundis sum donsku bløðini eru farin undir eina sanna heksajakstran til tess at fáa Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra og Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharra, niður við nakkanum, er superstjórin í Den Danske Bank farin í bløðini at stuðla Peter Straarup, stjóra. Men hann ivast í, um nøkur frágreiðing kortini kemur frá bankanum mánadagin, sum fyrr fráboðað Samstundis sum forstjórin í Den Danske Bank, Knud Sørensen, er úti og gevur Peter Straarup sín fulla stuðul, sigur hann, at tað møguliga ikki kemur nøkur frágreiðing frá bankanum mánadagin kortini. Peter Straarup segði annars í sjónvarpi longu fríggjakvøldið, at nú fór bankin at lesa úrslitið av kanningini gjølla, og so fór ein frágreiðing um støðu bankans at koma mánadagin. Men í donskum sunnudagsbløðum sigur forstjórin í den Danske Bank, Knud Sørensen, at tað bara er møguligt, at frágreiðingin kemur. Hann sigur við Politiken, at tað er ikki vist, at tað verður nøkur reaktión frá bankans síðu um Grønborgfrágreiðingina, og hann er ikki so vísur í, at nakað verður at frætta frá bankanum yvirhøvur. Hvat, ella um nakað, er komið undan kavi, sum hevur broyt fráboðan bankans, vil hann ikki siga. Knud Sørensen vil als onga viðmerking gera til, at formaðurin í Fíggjargrunninum, Knud Heinesen, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, hevur sagt, at tað møguliga fer at koma eitt endurgjaldskrav frá Fíggjargrunninum til Den Danske Bank. Poul Nyrup Rasmussen og Mogens Lykketoft vóru longu fríggjakvøldið skjótir við fráboðanum um, at føroyingar skuldu fáa endurgjald. Og teir vild hava Den Danske Bank at gjalda. Ivi um endurgjald Men tað er als ikki vist, at bankin fær nakað sum helst endurgjaldskrav, av teirri einfaldu orsøk, at hann ikki kann saksøkjast í hesum málinum. Tað eru fleiri serfrøðingar samdir um í sunnudagsbløðunum. Øll kenna úrslitið av skipamálunum í Føroyum, har ongin kundi dømast, tí øll vistu, hvussu hvør hevði snýtt hvønn. Nakað tað sama ger seg, sambært Frank Poulsen, fyrrverandi formanni í Sjó- og Handelsrættinum, galdandi her. Tað var Fíggingargrunnurin, sum keypti Føroya Banka frá Den Danske Bank, og tí er tað Fíggingargrunnurin, sum skal stevna eftir endur gjaldi. Og tað kann hann ikki so væl, tí Richard Mikkelsen hevur, eftir tí, Frank Poulsen metir, sjuskað, tá bankin varð keyptur. Hann setti ongi krøv og visti, hvussu pillrotin Føroya Banki var fíggjarliga. Eisini aðrir danskir serfrøðingar í millum øðrum fíggjarrætti og virkisábyrgd meta, at tað, sum nú gongur fyri seg, er bara flutningur av apuni av eini øksl aftur á aðra. Poul Nyrup Rasmussen slepti fríggjakvøldið apukattinum yvir á Peter Straarup. Men hann vildi ikki hava hann, og blakaði hann beinanvegin á dyr aftur. Nú er líkt til, sambært Lennart Lynge Andersen, professara í fíggjar- og avtalurætti, at apan er við at finna heim aftur til Nyrup, og at tað eftir øllum at døma verður tann danski skattaborgarin, sum fær eina rokning at gjalda til føroyska skattaborgaran fyri ein handil, sum fyrrverandi danski tjóðbankastjórin Richard Mikkelsen, gjørdi við Den Danske Bank upp á nakkan á føroyingum. Stóru skálkarnir Breið semja er millum eygleiðarar um, at tað er Den Danske Bank, sum í Grønborgfrágreiðingini verður útnevndir til høvuðsskálk. Annar og triði skálkur eru Richard Mikkelsen og Fíggjareftirlitið. Og líka breið semja er um, at føroyingar eru snýttir, og eiga rætt til endurgjald. Men brennandi spurningurin í Danmark í er: >>Hvem skal nu betale?<< Og ymiskt er, sum bendir á longu nú, at vanliga hugsanin er, at rokningin endar aftur hjá skattgjaldaranum. Richard Mikkelsen er farin frá sum formaður í Fíggingargrunninum. og nýggi formaðurin, Knud Heinesen, hevur boðað frá, at hann hevur hug at stevna Den Danske Bank eftir endurgjaldi. Men tí vísir bankin púra frá sær. Og hóast triði skálkur, Fíggjareftirlitið, hevur staðið fyri skotum bæði frá kanningarnevndini og stjórnini, heldur Marianne Jelved, búskaparráðharri, ikki, at neyðugt er við nakrari umstrukturering av eftirlitinum. Fíggjareftirlitið liggur í dag undir búskaparráðnum. Atfinningarnar at Fíggjareftirlitinum eru, at hóast eftirlitið skal eitast at vera óheft, hevur stjórnin, og serliga fíggjarmálaráðharrin, hundsað við tí, sum hann hevur viljað, uttan at mótmælt hevur verið frá leiðsluni. Kirsten Jacobsen úr Framburðsflokkinum hevur longu verið úti og kravt, at Fíggjareftirlitið eigur at flytast undir Tjóðbankan við teirri grundgeving, at Tjóðbankin er einasti stovnur, sum ikki hevur latið seg drigið eftir hárinum av stjórnini. Men Peter Erling Nielsen, sum undirvísir í búskapi á Universitetinum í København, heldur ikki, at tað verður nakað av nakrari flyting nú. >>Føroyska bankamálið er alt ov serligt til, at nøkur endalig niðursstøða kann gerast um nakað við grundarlagi í hesi frágreiðingini, sigur hann við Berlingske Tidende sunnudagin. Meðan føroyskur fólkatingsmaður ræður føroyingum til at gleðast, óttast danskir skattaborgarar fyri eini milliardrokning at gjalda Føroya Banka við. Og á Christiansborg sita Uffe Ellemann-Jensen og hansara menn og >>...higer og søger i gamle bøger<< til tess at finna eitthvørt, sum kann gera lívið súrt fyri Poul Nyrup Rasmussen. Hóast full semja er millum politiskar eygleiðarar um, at stjórnin yvirlivir Bankakanningina, tykjast borgarligu andstøðupolitikkararnir við Uffa Ellemann-Jensen á odda at hava sett sær fyri - eins og Brestir á sinni- at >>Onkur skal til heljar fara, áðrenn vit hava andað.<< Er øgiliga glaður Tað er ótrúliga gott fyri føroyingar at hava fingið hesa uppreisnina. So nú ræður um at fáa eina góða avtalu við stjórnina, sigur fólkatingsmaðurin Hetta er rætta løtan hjá føroyingum at gleða seg í, sigur Johannes Martin Olsen, fólkatingsmaður í viðmerking til úrslitið av bankakanningini. Men hann minnir samstundis á, at tað liggja stórarbeiði og bíða eftir okkum í framtíðini. Tað verður tungt at fara undir samráðingar um at fáa endurgjald fyri peningin, sum føroyingar hava mist. Tað er ótrúliga umráðandi at samráða okkum til eina góða avtalu, sigur Johannes Martin Olsen. Johannes Martin Olsen sigur um politisku støðuna á Christiansborg, eftir at úrslitið av bankakanningini er komið, at tað neyvan fer at eydnast borgarligu andstøðuni at fella stjórnina. Tað kemst av, sigur hann, at stjórnin framman undan almannakunngerðini longu hevði tryggjað sær stuðul frá Eindarlistanum og SF, sum ikki vilja hava val. Men har er enn ein vón, sigur Johannes Martin Olsen. Hann sipar til, at tað verður leitað og grópað í skjalasøvnunum á Christiansborg fyri at vita, um ikki okkurt loyniligt skjal, sum teir sakna, liggur onkustaðni í Forsætismálaráðnum. Johannes Martin Olsen heldur, at tað neyvan bara er Den Danske Bank, sum er syndari á málinum. Hann ivast ikki í, at bæði Fíggjareftirlitið og Forsætis- og Fíggjarmálaráðið vistu nógv meira, enn tey nú vilja vera við. Teir hava selt føroyingum eitt sminkað lík, hóast teir nú látast ikki at vita tað, sigur Johannes Martin Olsen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins. Hann ivast heldur ikki í, at bankaloysnin var nakað, sum Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri stóð aftan fyri og pressaði niður yvir føroyingar. Johannes Martin Olsen sigur, at lítil ivi tykist vera um, at bankamálið mest fer at ganga út yvir Peter Straarup, stjóra í Den Danske Bank. Annars er Johannes Martin Olsen av teirri fatan, at tað er stjórnin, sum er skálkurin í hesum spælinum. Tað er líka nógv tað, ráðharrarnir ikki hava sagt, sum tað, teir hava gjørt, sum er galið, sigur hann. Men hjá føroyingum er bert eitt at gera, og tað er at arbeiða skjótt og fáa sum frægast burtur úr teimum samráðingum, sum mugu koma. Mistankin var grundaður Tað vísti seg, at illgruni okkara var grundaður. Tað var ikki alt farið rætt fram, í málinum um partabrævaumbýtið, segði Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharri, eftir tíðindafundin hjá Landsstýrinum, á Parnassinum á Hotel Hafnia, seinnapartin fríggjadagin Anfinn Kallsberg sá út til at verða glaður og nøgdur har hann sat á Parnassinum. Løgmaður hevði boðið til tíðindafund, um tær fyribils niðurstøður Landsstýrið hevði gjørt sær, eftir at hava lisið bankafrágreiðingina. Landsstýrið hevur sett ein bólk at kanna frágreiðingina, og tað er fyribils niðurstøðurnar hjá hesum bólki, sum Anfinn Kallsberg tekur støði í. ­ Frágreiðingin hevur váttað okkara illgruna um, at tað var ikki alt rætt viðvíkjandi partabrævaumbýtinum í Føroya Banka. ­ Tað var tað, málið varð sett fram uppá, og tað er niðurstøðan í frágreiðingini, at illgruni okkara varð grundaður. Hvørji stig skal landsstýrið so taka nú? ­ Landsstýrið hevur biðið ein arbeiðsbólk fyrireika tað sum víðari skal henda. Uppgávan hjá bólkinum er at gera eina búskaparliga og løgfrøðisliga meting av, hvussu vit best kunnu fáa sum frægast burturúr fyri Føroyar. ­Tá vit eru komin hartil, so taka vit støðu til hvat víðari skal henda. Tá rokni eg eisini við, at vit vita betri hvaðar vit skulu venda okkum. Í gjár segði Poul Nyrup Rasmussen, at danska stjórnin fer at seta seg í samband við Føroya Ladsstýrið, fyri at finna eina loysn á teimum trupulleikum, sum eru í sambandi við bankamálið. Til hetta sigur Anfinn Kallsberg, at samráðingar við donsku stjórnina skulu hava støði í teimum løgfrøðisligu metingum vit fáa. ­ Tí er tað øgiliga týdningarmikið, at vit skjótt fáa eina niðurstøðu frá hesum arbeiðsbólkinum. Ert tú samdur við mær í, at føroyingar yvirhøvur sleppa snikkaleysir burturúr kanningini? ­ Ja, tað eri eg. Kanningarnevndin hevur tikið hædd fyri, at bæði embætismenn og politikarar eru undirinformeraðir, misinformeraðir, og hildnir í bakgrundini. Hinvegin er tað Den Danske Bank sum hevur verið tann stóri syndarin. Hann hevur stýrt øllum málinum. Tað er bankin sum hevur sett tíðarfreistinar. Tað sæst týðuliga í frágreiðingini. ­ Tá føroysku myndugleikarnir komu uppí samráðingarnar, fingu teir so øðiliga stutt skotbrá at taka avgerðirnar. Tað føroyska embætisverkið hevur í hvussu so er ikki havt nakran møguleika til at gera neyðugu kanningarnar. Henda kronikkin stóð í Berlingske Tidende 16. januar 1998 Kreppugongd Biologar og bankafólk halda okkum vera so upptikin av farandi kreppum, at vit ikki varnast tær komandi Donsk arroganca skot fyri bógvin Tað var donsk arroganca, ið byggir á manglandi vitan og virðing, sum fyrst og fremst fekk skot fyri bógvin, nú úrslitið av bankakanningini varð almannakunngjørt LOKSINS varð lokið lyft av tí spruttkókandi bankakanningargrýtuni. Lukkutíð, tí bíðitíðin var um at forpesta nærum alt føroyskt-danskt samskifti umframt alt tað politiska lívið her á landi, har álit varð avloyst av misáliti og virðing avloyst av vanvirðing. NÚ hava vit so fingið eina drúgva frágreiðing, har - um ikki alt kemur fram í dagsins ljós - so tó so mikið, at nógv av tí øsing, sum hevur verið móti føroyingum í longri tíð, nú er gjørd til einkis. At tað so smátt eisini ber til at siga, hvør og hvat er gjørt skeivt í øllum hesum málinum, er sum balsam, tí tað hevði ikki verið haldbart at skula liva víðari í allari óvissuni. FØROYINGAR og Føroyar hava fingið uppreisn, og tað er gott. Harvið er ikki sagt, at vit ikki eisini sjálvi eiga at taka í egnan barm, tí vit eru so sanniliga heldur ikki plettfrí. Men sum heild eru tað vit, sum eru vorðin fríkend fyri fleiri av teimum ákærum, sum ávísir danskir politikarar, bankafólk og embætismenn hava hildið lív í. Og tú byrjar so smátt at kunna flikka saman eina mynd úr tí sera stóra og fløkta puslispæli, sum alt hetta málið hevur verið og framvegis er. Í okkara hugaheimi eru tað arrogantir danskir embætismenn, bankafólk og politiskarar væl stuðlað av ávísum lítiðvitandi og sensatiónshungrandi miðlafólki, sum eru ein høvuðsatvoldin til alla hesa ólukku. Júst orðið arroganca dekkar hetta so væl, tí hesi betrivitandi og sjálvupptiknu fólk hava ongantíð sett teir røttu spurningarnar og hava heldur ongantíð víst nakra sum helst virðing fyri føroyingum ella føroyska samfelagnum. Vit sóu, hvussu ávís fjølmiðlafólk tustu til Føroya fyrst í 90-unum eftir at bæði fíggjarmálaráðharri og aðrir danskir politikarar høvdu øst tey upp. "Disse uanstændige færinger og deres kollosale overforbrug" var niðurlagið, tá vit føroyingar vórðu niðurgjørdir í feitum forsíðuyvirskriftum um eitt nú tunnilsgalskap okkara. Ja sum besta dømi um okkara galskap var tunnilin millum Havnina og Kollafjørð brúkt. "For at spare fem minutters kørsel har de færøske nisssehuer og bjerggeder lavet en ny tunnel, hvor de i forvejen havde en fin vej". NETTUP henda tunnilssøgan sigur alt um donsku arrogancuna. Eingin tímdi at kunna seg um veruligu viðurskiftini, hvørki Lykketoft ella K. Jacobsen ella Ekstrablaðið. Øll róptu og geylaður tey við ein mun, hvussu ørar íløgurnar vóru í Føroyum. Ikki ein spurningur um, hví Oyggjarvegurin mátti hava ein avloysara. Einki við at skilja, at her var talan um eittoyggjaland og eitt oyggjafólk, at tað var neyðugt við íløgum í eitt nú tunlar fyri at liva upp til krøvini, sum eitthvørt nútíðarsamfelag setir til trygdina og til framburð. OG hvat við R. Mikkelsen og Benjaminsen! Vit minnast, hvussu tann eini rósti hinum í SVF-sendingini, at tað var nærum vamlisligt at síggja og hoyra. Hesir somu menn, sum tóku sær æruna fyri at hava bjargað Føroyum, verða nú avdúkaðir sum teir veruligu skurkarnir. Tá alt kemur til alt, so er talan um eina arrogansu væl stuðlað av niðurgering og undirmeting av einum heilum fólki. Vit minnast, hvussu mest týðandi maðurin í øllum hesum, R. Mikkelsen, bar seg at sum tann alvitandi, ið ikki hevði fyri neyðugi hvørki at tosa við føroyingar, eiheldur at kunna føroyingar um nakað sum helst. Latið hetta vera eina farna tíð. Latið okkum fáa hesa kanning frá hondini við at lata øll tey, sum so ella so hava borið seg skeivt at, fáa tað at vita. Latið okkum so royna at byggja upp aftur tað álit, sum fór í øllum hesum meldrinum. Vit hava øll brúk fyri hvør øðrum. Og lat okkkum tí ikki gloyma at virða hvør annan sum sjálvan seg. Vónandi hava bæði danir og vit sjálvi lært av hesum, soleiðis at vit kunnu stevna inn í eina nýggja øld við nýggjum hugburði, har álit og virðing aftur verða sett í hásæti. Samanumtikið hava bæði danir og føroyingar vunnið. Kanningin hevur reinsað luftina millum hesi bæði fólk, og tað var kanska tða besta hon kundi gera. Restin eigur nú at koma av sær sjálvum. Veðrið Veðrið í dag og mikudagin: Fyrst lot til andøvsgul av vestri og klárt veður. Út á dagin veksur hann vindin til skrið ella storm av suðri og landsynningi, samdrigið og regn. Hitin veksur til 5 til 8 stig. Seinnapartin mikudagin hækkar hann upp í vestan og útnyrðing og minkar vindin niður í stívt andøvsgul.Tað klárar í, men okkurt vátaslettings- ella kavaælið. Hitin fellur niður til frostmarkið. Veðrið hósdagin: Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og kavaælingur. Hitin um 2 kuldastig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Gul til stívt andøvsgul av vestri og fyrst kavaælingur, men sum frálíður klárari og yvirhøvur turt veður. Hitin veksur upp í eini 5 stig. Í gjár: Eitt hátrýst sunnanfyri Ísland fer eystureftir og verður yvir Føroyum í nátt og týsdag fyrrapart. Eitt stormlágtrýst eystanfyri New Foundland fer ímóti Grønlandsfjørðinum. Í dag: Lágtrýstið gevur nógvan vind og regn, men eisini lýggjari veður týsdagin og mikudagin, men seinni hækkar hann upp í útnyrðing og tað verður kaldari. Tiltøk KFUM & KFUK Í dag kl. 17-18.30 í KFUK: Várgleði (smábarnadeildin). Í kvøld kl. 19 í KFUM: Teen-club (13-16 ár) . Hóskvøldið kl. 19.30 í KFUK: Almennur bíbliufundur v/ Kjartan Mørkøre, sóknarpresti. Konfirmantarnir í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi byrja at ganga til í Vesturkirkjuni mikudagin 21. jan. kl. 15. Konfirmatiónirnar verða 29. mars og 5. apríl. Samkoman Immanuel Mikukvøldið kl. 20.30: Møti. Rhema á Hálsi Mikukvøldið kl. 20: Vitnimøti. Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Fríðtór Debes talar. Biðið verður fyri sjúkum. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin, Tórshavn Í dag kl. 17: Club 7 up. Hvalvíkar Missiónshús Ungdómsmøti verður mikukvøldið kl. 20. Øll eru hjartaliga vælkomin. Stýrið Meinigheitshúsið í Vági Vikuskiftismøtir við Niels Jacob Nielsen og Regin Høgnesen verða frá hóskv. 22. jan. til sunnukv. 25. jan. Møtini eru kl. 20.00, tó sunnukvøldið kl. 18.00 Øll eru hjartaliga vælkomin. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundur verður í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Eysturoyar Sjálvstýrisfelag hevur almennan fund á Runavíkar Sjómansheimi týskvøldið 20. jan. kl. 19. Evni: Bankakanningin og tann politiska støðan. Helena Dam á Neystabø og Sámal Petur í Grund verða við á fundinum. Eysturoyar Sjálvstýrisfelag Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir byrja aftur týsdagin 13. jan. kl. 17.30 og eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjar skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjar aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld.. Týsdagin 20. januar: Týsdagsdøgurðin: turrur fiskur, spik, eplir og bótasúpan. Fríggjakvøldið 23. januar: Kafékvøld kl. 21-24. Bólkurin >>Í essinum<< v/ Heðin D. Ziska (guitar), Christian Blak (klaver) og Mikael Blak (brass). Leygardagin 24. jan.: >>Í essinum<< spælir á eini konsert í Humlebæk. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Fult endurgjald Fólkaítakið fyri tjóðfundi, sum telur fólk úr øllum politiskum flokkum, fegnast um at danska stjórnin er so skelkað av okkara rættvísa kravi um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt, at hon nú roynir at bera í bøtuflaka við at geva endurgjald fyri tann ómetaliga skaða, sum hon hevur gjørt tjóð okkara fyri at sleppa einum donskum banka undan tapi. Men tann beinleiðis skaði, sum gjørdur er, er so stórur, at hann ikki bøtist aftur. Eingin kann vinna aftur tey ár, ið farin eru í arbeiðsloysi og útlegd. Fólkaítakið fyri tjóðfundi krevur tí, at fyrst og fremst øll tey, sum hava mist, skulu fáa fult endurgjald fyri tann skaða, sum teimum hevur verið fyri. Fólkaítakið fyri tjóðfundi Líggjast í Bø Maria Jacobsen Hans Tausen Olsen Eirikur Simonsen Olaf á Stongunum Ingeborg Vinther Zakarias Wang Mikudagur 21. januar 1998 Útbjóðing útsett til endan av 98 Møguleiki er fyri at eingin útbjóðing verður á føroyskum øki fyrr enn móti enda av 98 vil bretska ráðgevarafyritøkan Wood Mackenzie vera við Sambart bretsku ráðgevarafyritøkuni Wood McKencie verður fyrsta føroyska útbjóðingin til oljuleiting ikki fyrr enn móti endanum av 98. Í eini spildurnýggjari frágreiðing sigur fyritøkan, at ein føroysk útbjóðing er vorðin seinkað so mikið, at oljufeløgini verða at bíða til endan av 98, áðrenn tey fáa høvi at bjóða. Sosialurin hevur roynt at fáa eina viðmerking frá Arna Poulsen ella løgmanni, men teir vóru ikki at hitta. Áki bertholdsen Fara til Noregs at læra Brynja seg til oljuvinnu: Føroyskt vinnulív mennist í hvørjum, men enn er nógv eftir at læra Føroyskt vinnulív skal nú av álvara brynjast til eina komandi oljuvinnu. Ikki tí: Føroyskt vinnulív mennist í hvørjum. Men oljuvinnan er so nógv øðrvísi enn tað, vit eru von við. Og Jan Mortensen, skrivari hjá Arbeiðsgevarafelagnum, heldur, at enn hava føroysk virkið eitt petti eftir á mál, aðrenn tey kunnu gera seg galdandi í oljuvinnuni. Men nú verður av álvara farið undir at styrkja før-oyskt vinnulív og at menna tað til eisini at taka oljuvinnuna uppá seg Fyrsta tiltakið verður ein ferð fyri føroysk vinnulívsfólk til norska oljuhøvuðsstaðin, Stavangur. Ferðin verður í døgunum 12. og 13. februar og fyriskipað í samstarvið við norska arbeiðsgevarafelagið og Stavanger Næringsforening. Tey, sum hava hug at fara við, skulu melda seg til sum skjótast hjá Arbeiðsgevarafelagnum. Jan Mortensen sigur, at verður áhugin nóg stórur, verður flogið beinleiðis til Stavangur. Talan er um eina ferð fyri alskyns vinnulív, eisini fyri tænastuvinnuna. Jan Mortensen sigur, at áhugi hevur víst seg at vera fyri ferðini. Men eru eini 20 virki við tá ið av tornar, er hann væl nøgdur. Jan Mortensen sigur, at seinni í vár verða fleiri tiltøk sum eisini hava til endamál at brynja okkara virki at gera seg galdandi í oljuvinnuni. eitt nú er ætlanin at skipa fyri einum tiltaki, har ið hugt verður eftir, hvussu sáttmálar, ímillum oljuvinnuna og veitarar til oljuvinnuna, síggja út. - Tí at gera ein sáttmála við eitt oljufelag um eina veiting, krevur so nógv meiri av einum virki, enn tað nakrantíð hevur verið úti fyri fyrr. Tí hevur tað stóran týdning, at føroysk virki búnast, og verða ment at taka ímóti henni, sigur Jan Mortensen. Skulu hitta norðmenn Skrivarin hjá Arbeiðsgevarafelagnum sigur, at endamálið við ferðini er at geva føroyskum vinnulívsmonnum eina hóming av, hvussu tað er at verða veitari til oljuvinnuna. Á ferðini verður dentur lagdur á at menna tað einstaka virkið og at knýta bond ímillum virkið í Føroyum, og sama slag virki í Noregi, við framhaldandi samstarvi fyri eyga. Ferðin er soleiðis skipað, at tey føroysku vinnulívsfólkini koma at hitta vinnulívsfólk í Stavangri, sum eru veitarar til oljuvinnuna í somu vinnugrein, sum tey sjálvi eru í. Jan Mortensen sigur, at Noregsferðin verður gjørd fyri at vinnulívsfólkini skulu læra í verki, tað, tey læra á ráðstevnum og skeiðum Men hvat er tað, sum fær eitt virki í Noregi at hjálpa ein um kappingarneyta í Føroyum fram á leið?- Ja, tað er nettupp tað, at í oljuvinnuni er samstarv ímillum virkið alfa og omega. Oljuvinnan er so stór, at tað eru tey fægstu virkini, sum eru før fyri at veita eina ávísa tænastu einsamøll. - Og í Føroyum eru virkini í øllum førum so smá, at tey noyðast at finna sær samstarvsfelagar, skulu tey gera sær nakrar vónir um at sleppa uppí part í oljuvinnuni. Jan Mortensen sigur, at hetta vita norðmenn av royndum. Og teir vilja so heldur, at føroysk virki skulu finna sær samstarvsfelagar í Noregi, heldur enn í Aberdeen, ella onkra aðrastaðni. Hinvegin heldur Jan Mortensen, at tað gongur heldur strilti hjá føroyskum virkjum at finna saman í einum samstarvi. Men hann heldur kortini, at tað gongur framá í smáum. - Tað kann verða ein spurningur um vilja. Men eg haldi ,at tað er meiri ein ein spurningur um, at nógv, føroysk virki eru so smá, at tey hava ikki kreftir at hugsa um mál, sum liggja fleiri ár frammi í tíðini. Trupulleikar verða loystir, so hvørt, teir stinga seg upp. Men hvussu er tað at fara til Noregs, nú formaðurin í reiðarafelagnum akkurát hevur mælt føroyingum til at leggja trýst á norðmenn við? - Tað veit eg ikki. Hatta er ein trpul spurningur. - Sjálvandi eiga vit sumn land at brúka allar møguleikar til okkara fyrimun. - Men samstundis skulu vit vera sera varin at blanda tvey mál saman. Tað er ein spurningur um at halda eina javnvág. Og eg veit ikki, hvussu nógv, vit høvdu fingið burturúr tí, heldur skrivarin í Arbeiðsgevarafelagnum. Ongin forðing hjá teimum, sum selja óvirkaðan fisk av landinum Almenna uppboðssølan er ongin forðing hjá teimum, sum selja óvirkaðan fisk av landinum Seinastu tíðina er so lítið- selt um almennu telefon - uppboðssøluna, at hon er mestsum dottin niðurfyri. Hon hevur havt so lítið at gjørt í seinastuni, at fyrst í desember mánaða var stjórin á Lønjavningargrunninum í Tinganesi og bað Landsstýrið taka hana av. Orsøkin er at finna í kunngerðini, sum í heyst varð gjørd fyri at forða útflutninginum av óvirkaðum fiski. Eftir kunngerðini skal útflytari prógva, at fiskur, sum fer óvirkaðan av landinum, er keyptur á uppboðssølu, har ið fleiri høvdu møguleika at leypa partar av lastini. Og táið almenna uppboðssølan bara selur heilar lastir, forbjóðar tað seg sjálvt hjá keyparum, sum selja óvirkað av landinum, at keypa haðani, tí tá kunnu teir ikki prógva, at fiskurin er seldur á uppboðið, har ið fleiri høvdu møguleika at keypa partar av lastini. Hetta hevur gjørt, at almenna uppboðssølan er mestsum dottin niðurfyri, tí so nógvir fiskakeyparar eru givnir at handla har. Stjórin á Lønjavningargrunninum var ikki sinnaður at umskipað almennu uppboðssøluna, so hon kundi selja í smáum, tí tað fór at krevja ov nógva umsiting. Kári Hansen, sum selur nógv óvirkað av landinum, helt, at almenna uppboðssølan skuldi verið umskipað so at hon seldi lastina í smáum. Tann, sum so keypti tað slagið, skipið hevði mest av, skuldi átaka sær at landa, so at teir, sum keyptu hin fiskin, kundi koma hagar eftir honum. Hann segði, at almenna uppboðssølan fær so mikið í ómaksgjaldi fyri at selja, at tað saktans hevði kunna lønt teimum fólkum, sum tann økta umsitingin kravdi, um hon varð umskipað, so hon kundi selja í smáum. Hann helt, at tað var óheppið at sleppa almennu uppboðssøluni, tí so varð allur handil við fiski miðsavnaður á einari hond. Kann selja í smáum Men alt hetta skilir Bjarni Wilhelm ikki. Hann hevur gott innlit í málið, tí hann var formaður í bólkinum, sum gjørdi tað arbeiðið, sum kunngerðin er bygd á, sum hevur til endamáls at forða fyri at ov nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum. Hann sigur, at arbeiðsbólkurin fekk eina heilt greiða ábending frá vinnuni um, at hon vildi varðveita báðar uppboðssølurnar, og tað mælti arbeiðsbólkurin eisini Landsstýrinum til. - Men tað er rætt, at almenna uppboðssølan, sum hon nú virkar, bara kann selja heilar lastir. Og tað er eisini rætt, at tað ber ikki longur til at selja heilar lastir av landinum, tí føroyskir fiskakeyparar skulu hava møguleika at bjóða uppá partar av lastini. - Men tað er onki í vegin fyri at uppboðssølan hjá Lønjavningargrunninum bjóðar heilar lastir til føroyskan fiskakeypara. -Ætlar hesin fiskakeyparin at selja ein part av lastini, ella alla lastina óvirkaða av landinum, kann hann ikki gera tað uttan víðari, tí tað forðar kunngerðin fyri, tí aðrir fiskakeyparar skulu hava møguleika at bjóða uppá partar av lastini - Men tað er onki sum forðar fiskakeyparanum at bjóða lastina út aftur í pørtum á almennu uppboðssøluni. - Trupulleikin við at bjóða eina skipslast tað eru ymisk fiskasløg, í ymsum støddum í lastini. Tí ber ikki til hjá skipinum at bjóða lastina út í smáum, sigur Bjarni Wilhelm. Men tað er einki í vegin fyri, at ein fiskakeypari keypir eina heila last, og bjóðar teir partar, ið hann ikki sjálvur brúkar í sínari framleiðslu útaftur á almennu uppboðssøluni. Hann sigur, at eitt høvuðsendamál við kunngerðini um at forða ov nógvum óvirkaðum fiski at fara av landinum er, at tað skal bera til hjá einum føroyskum fiskakeypara at fara undir eina ávísa framleiðslu, burturúr einari ávísari stødd av einum ávísum slagi. Men skal hann kunna tað, má hann hava støðuga atgongd til rávøruna. - Og tað fær hann bara, um allur fiskur, sum er fiskaður undir Føroyum, verður boðin út í Føroyum eisini. Tvs, at ein føroyskur framleiðari fær altíð møguleikan at fáa fiskin í fríari kapping við aðrar framleiðarar og útflytarar. Bjarni Wilhelm sigur, at áðrenn kunngerðin kom í gildi, varð nógvur fiskur ongantíð bjóðaður út í Føroyum. Av tí sama bleiv rávørutilgongdin so ójøvn og óviss, at ongin kundi leggja eina ávísa framleiðslu til rættis, tí hann visti ongantíð, nær hann fekk fisk. Tað er longu ov seint hjá nógvum næmingum Ongi útlit til, at teir 800 studentaskúla - og HF næmingarnir sleppa aftur í skúla: - Vit kunnu ikki longur tryggja, at allir næmingarnir fáa tað neyðugu undirvísingina fyri at sleppa til próvtøku, sum teir eiga, sigur formaðurin hjá studenta- og HF lærarunum - Tað sær svart út. Eg eri bangin fyri, at verkfallið fer at draga út. Og longu nú er greitt, at allir næmingarnir fáa ikki lisið tað, teir skulu, fyri at teir kunnu fara til próvtøku sum vant. Og Eilif Samuelsen hevur givið greið boð: Tað verður ikki talan um at lærarar sleppa at arbeiða yvir fyri fyri at koma uppundan aftur við undirvísingini. Snorri Fjallsbak, formaður í yrkisfelagnum hjá HF og studentaskúlalærarum, sigur, at tað er onki sum bendir á, at endi fæst á verkfallinum, so teir 800 næmingarnir sleppa aftur í skúla. - Vit halda, at tað er landsstýrið, sum eigur næsta útspæl. Og vit kunnu ikki annað enn harmast um, at landsstýrið ikki hevur brúkt eitt av teimum mongu høvum tað hevur havt at rætta mistakið og at seta neyðugu pengarnir av, so at teir báðir flokkarnir á Kambsdali ikki blivu lagdir saman. Orsøkin til verkfallið var, at landsstýrið legði tveir flokkar í Kambsdali saman, so at tað blivu 28 næmingr í flokkinum. Annars er hægsta mark 24 næmingar í flokkinum. bara undantaksvís, kann víkjast frá hesum, men tað skal verða í samráð við Yrkisfelagið. Snorri Fjallsbak sigur, at hetta er hvørki eitt undantak, og flokkarnir eru heldur ikki samanlagdir í samráði við Yrksifelagið. - Tí kunnu vit ikki góðtaka, at Landsstýrið brýtur eina kunngerð, tað sjálvt hevur gjørt, sigur hann. Fyrsta høvi, Landsstýrið hwvði at rætta mistakið, var í august í fjør, tá ið rektarin á Kambsdali gjørdu vart við málið. Annað høvi var í september, tá ið aðalstjórin. Petur Petersen sigur, at hann fekk at vita um kunngerðina um hámarkið uppá 24 næmingar í hvørjum flokki. Triðja høvi var, táið verkfallið varð lýst fyrsta januar. Og jórða høvi var, táið verkfallið varð avlýst vikuskiftið 10. 11. januar. Eilif Blokeraði Snorri Fjallsbak sigur, at tá ið verkfallið varð avblást vikuskiftið 10. og 11. januar, vóru samráðingar við landsstýrið. Gongd var í samráðingunum so leingi embætismenninar Petur Petersen og Tummas Magnussen førdu tær. - Teir førdu fram, at talan var um ein fíggjarligan spurning. Men eftir midnátt leygarkvøldið kom Eilif Samuelsen uppí. Og hann kunngjørdi beinanvegin, at talan var ikki bara um ein fíggjarligan spurning, men eisini um eitt prinsippmál um leiðslurætt og valdið. - Tá steðgaði alt upp, og síðani hevur samband ikki verið ímillum partarnar. Snorri Fjallsbak sigur, at hann fatar ikki, at Landsstýrið ikki er sinnað at finna 400.000 krónur, tá ið tað snýr seg sum framtíðina hjá 800 skúlanæmingum. Tí tað vísir seg javnan, táið á stendur á øðrum sambandi, at tað ber væl til at finna pengarnar. Men nú kann tað so ikki verða ein fíggjarligur spurningur longur, heldur hann. Hann sigur, at honum er fortalt, at landsstýrið sparir 100.000 um dagin í verkfallinum. So higartil hevur verkfallið spart landsstýrinum nógvar ferðir 400.000 krónur. Alt í lagi við politiskum tiltøkum Annars heldur Snorri Fjallsbak at í grundregluni er tað skeivt, at løgtingið leggur seg út í hetta stríði á arbeiðsmarknaðinum. Men hann sigur, at sum støðan er, hevði Yrkisfelagið ikki sett seg upp ímóti, politiskari uppílegging. - Men sum eg dugi at síggja, eru møguleikarnir hjá løgtinginum smáir, tí tingskipanin ger, at løgtingið arbeiðir so seint. - Men verður talan um eitt uppskot um misálit á Eilif Samuelsen, taka vit fult undir við tí. -Ætlar tingið hinvegin at enda verkfallið við lóg, veldst sjálvandi um, havt kemur at standa í lógini Longu ov seint hjá nógvum Snorri Fjallsbak sigur, at støðan er heilt hættislig hjá nógvum av teimum 800 næmingunum í Miðnámsskúlunum. - Tað er longu nú liðið so langt út, at tað verða ikki allir næmingarnir, sum koma ígjøgnum tað teir skulu lesa. - Partvís eru skjótt tríggjar vikur mistar. Men partvís hevur landsstýrið eisini gjørt heilt greitt, at tað verður ikki talan um at lærarar sleppa at arbeiða yvir fyri at koma ígjøgnum alt tað kravda tilfarið. - Og tað er greitt, at heldur verkfallið fram nógvar dagar afturat, kunnu vit slett ikki tryggja næmingunum tað neyðugu undirvísingina, sum skal til, fyri at fara til prógv, sum vanligt, hóast vit sleppa at arbeiða yvir. Hvussu so verður við próvtøkuni, veit Snorri Fjallsbak ikki Hans Holm skrivar: UMHEIMURIN Í dag: Kurdar! Nú um høgtíðina frættist, at eitt skip við umleið 1500 kurdiskum flóttafólkum var strandað uttan fyri suðurstrond Italia, og at manningin var farin av skipinum og hevði latið ferðafólkið vera eftir umborð. Bjargingarskip úr Italia sóust á myndum frakta illa á hold komin fólk - menn, kvinnur og børn - í land. Hvørjir eru nú hesir kurdar, sum vit í heilum hoyra um í fjølmiðlum? Hvar búgva teir, og hvør er orsøkin til, at vit so ofta frætta um teir? Leita vit í einum atlassi, finna vit onki ríki við navninum Kurdaland ella Kurdia, men á kortinum yvir Miðeystur stendur tvørtur um trý-fýra landamørk navnið Kurdistand. Hetta er upprunaøkið hjá Kurdum, og vísir okkum so samstundis, at Kurdar er eitt av teimum fólkasløgunum, sum onki heimland eiga, men eru spjaddir um fleiri ríki. Av somu grund er ringt at fáa svar upp á, hvussu nógvir kurdar eru til í verðini, tí fleiri ríkisstýri, t.d. tað turkiska, nokta fyri, at teir finnast. Menn rokna við, at samlaða talið av kurdum er á leið 30 milliónir, og at teir fordeila seg soleiðis: Í Turka- landi:uml. 15 mill Í Iran:uml. 6 mill Í Iraq:uml. 4 mill Í Sýria:uml. 11/2-2 mill Í Armenia og Adzer- badjanuml. 100.000 Afturat hesum kemur so hópin av innflytarum og flóttafólkum serliga í Europa (stórur partur - summastaðni størsti parturin - av teimum, sum sigast at vera turkiskir innflytarar ella turkisk flóttafólk, eru í veruleikanum kurdar). Í Týsklandi: uml. 700.000 (av 2 mill. upprunaliga turkiskum ríkisborgarum) Í Frakland: uml. 120.000 Í Danmark: uml. 30.000 (helst uml. 80% av sonevndum turkum). Kurdar hava ongantíð verið savnaðir í einum kurdiskum ríki. Hetta hongur fyrst og fremst saman við, at teir av vinnumentan upprunaliga hava verið nomadar, og samfelagsskipanin hjá nomadum er miðspjødd (decentraliserað), t.v.s. uttan nakra samlaða yvirstjórn. Ikki fyrr enn í síðstu øld og serliga eftir fyrsta veraldarbardaga eru kurdar vorðnir búfastir í størri mun bæði sum bøndur í landsbygdum og sum arbeiðarar og tænastuvinnufólk í býum. At hetta hendi, komst fyrst og fremst av tí, at londini í Miðeystri blivu til í tí líki, vit kenna, og soleiðis komu fram landamørk, sum forðaðu kurdum at ferðast tær leiðir, teir vóru vanir at ferðast í øldir. Hetta førdi so eisini tað við sær, at kurdar komu at búgva í fleiri ymsum londum - lond, sum høvdu nokk at gera við at finna ein samleika politiskt, og tí høvdu stjórnirnar í hesum londum onki forstáilsi fyri kurdanna tjóðskaparkenslu, tvørturímóti kendu tær hesa kenslu sum eina hóttan móti statsins existensi. Tí komu kurdar at vera og eru enn í andstøðu til sitandi stjórnir í hesum londum, meira í summum, minni í øðrum. Í Turkalandi er tað bannað at siga, at mann er kurdi (tað gevur fongsilsrevsing), og líka upp til okkara dagar hevur eisini verið bannað at nýta kurdiskt mál alment í skrift og talu, undirvísingarmálið t.d. hevur altíð verið turkiskt (hetta er sera áhugavert, tá ið ein tonkir upp á, at munurin millum turkiskt og kurdiskt er nakað tann sami sum millum føroyskt og kinesiskt). Ein fylgja av hesum hevur sjálvandi verið tann, at kurdar hava verið nógv verri fyri, tá ið tað snýr seg um útbúgving, og tí eru teir tann fátækasti parturin av borgarunum í tí turkiska statinum. Tí kann ongin undrast yvir, at so nógvir teirra eru fluttir av landinum - bæði lógliga og ólógliga. Teir hava bæði tjóðskaparligar og búskaparligar grundir til tað. Í Eysturturkalandi, har flestu kurdar búgva, er varandi undantaksstøða, og í Norðuriraq, har kurdar eisini búgva, eru harðir bardagar við stuttum millumbilum. Frá kurdiska umráðnum í Vesturiran hoyrist ikki so nógv beint nú, men eisini har hevur ofta leikað hart á, og samanlagt eru hundraðtúsundir av fólki deyð í stríðunum í hesum økinum, líka so ofta børn, kvinnur og oldingar sum vápnaførir menn. Tá ið so kurdarnir afturat øllum øðrum eru vorðnir brikkur í altjóða politiska spælinum - Turkaland og Grikkaland, Iraq móti Vesturheiminum, Iran móti U.S.A., Ísrael og Arabaralond osfr. - sigur tað seg sjálvt, at teirra vón um politiska og tjóðskaparliga viðurkenning er ikki stór, og tað, at einaferð eitt Kurdistan fyri allar kurdar kemur at vera, er langt at síggja ímóti. Ein skilagóð íløga Fasta sambandið um Vestmannasund verður veruleiki, tá Javnaðarflokkurin aftur foer sterka ávirkan í eini komandi samgongu Í viðmerkingum í Sosialinum, 9. januar lýsti eg eftir støðu Javnaðarfloksins til fasta sambandið um Vestmannasund. Eg gjørdi púra greitt, at um støða Javnaðarfloksins var broytt síðan 1988, tá Javnaðarflokkurin var fremsti talsmaður fyri oetlanini og setti hana í verk, so fór neyvan nakar javnaðarlisti at verða í Vágum til komandi løgtingsval. Hetta var als ikki oetlað sum nøkur hóttan, men sum ein staðfesting av støðuni, sum hon í veruleikanum er. Eg boðaði eisini frá, at greiði skuldi fáast á hesum sum skjótast. Avtalað var longu tá at hava fund við leiðslu floksins vesturi í Vágum mánadagin, 12. januar, og sagt var eisini frá, at málið fór at verða reist á fráboðaða floksleiðslufundinum á Argjum dagin eftir, 10. januar. Floksleiðslufundurin Tað gjørdist skjótt greitt, at støða floksins til fasta sambandið um Vestmannasund als ikki er broytt. Umboð úr flest øllum umdømum høvdu longu undan fundinum gjørt støðu sína greiða í hesum máli. Og ein sannur fløvi var tað at merkja, at suðuroyingar, sandoyingar, og suðurstreymoyingar av fullum huga tóku undir við okkara sjónamiðum í hesum máli. Norðstreymoyingar vóru ikki á hesum fundi, men undan fundinum høvdu umboð haðani latið okkum vita, at teir tóku fult undir við okkara sjónarmiðum. Eysturoyingar og norðoyingar tóku ikki orðið í málinum, men tað kundi tíðiliga skiljast á fundinum, at støða Javnaðarfloksins als ikki var broytt: Javnaðarflokkurin er framvegis heitasti talsmaður fyri fasta sambandinum um Vestmannasund, og fer hann sum partur í eini komandi samgongu at seta oetlanina í fremstu røð í komandi samferðsluíløguoetlan. Fundur vesturi í Vágum Mánakvøldið, 12. januar var so fundur við Jóannes Eidesgaard, floksformann, Dan Petersen, noestformann og Eyðálv Dimon, floksskrivara. Eisini hetta var ein góður fundur, sum bara undirstrikaði støðu floksins. Har varð sjálvandi tosað um møguleikarnar fyri framhaldi av tí arbeiði, ið longu varð byrjað fyri 10 árum síðan. Tað kann sláast fast, at í hinum flokkunum eru sterkar kreftir, sum síggja fasta sambandið sum eina forðing fyri flogvølli á Glyvursnesi. Og tá hetta er teirra fremsta mál, so gera tey alt fyri at útseta eina samanbinding av Vágum og Streymoy, sjálvt um tey innast inni eru fullvís um, at tað er besta loysnin fyri allar partar. Grunnatátan Sjálvsagt høvdu javnaðarfólk í Vágum eins voel og tingmanningin roknað út, hvat løgmaður og hansara líkar høvdu í kvittanini við grunnatátuni til vágafólk, og tí man tað vera ein misskiljing, um onkur heldur, at tað er ein loysn, sum Vága Javnaðarfelag kann taka undir við. Einki uttanum tos Men vágafólk lata seg ikki tøla av uttanumtosi, hvørki frá Peri ella Póli.Vit vilja hava greið beskeð, og tey hava vit nú fingið frá Føroya Javnaðarflokki. Beskeð, sum flokkurin ikki kann leypa undan, tí tey eru søgd av evsta myndugleika floksins, nevniliga floksformanni, noestformanni, floksskrivara og floksleiðslu Javnaðarfloksins: Tá Javnaðarflokkurin í 1988 samdur tók avgerð um at fara undir fasta sambandið um Vestmannasund, so var tað tí, flokkurin metti hesa íløgu sum eina skilagóða íløgu. Tí vil flokkurin í eini møguligari komandi samgongu skora á, at henda íløga foer fremstu raðfesting í eini neyðugari samferðsluútbygging til tess at tryggja útjaðaranum bestu livi- og vinnumøguleikar. Hans Jørgensen Tann triði maðurin So vendi alt aftur einaferð enn. Tað, sum vendi niður, vendir upp, ella umvent, ella bara uppogniður. Bankakanningin er komin. Fáur ella eingin er skelkaður, og uppaftur færri ivast í at veruleikin er nógv fúlari. Fólk eiga at lesa viðtalið hjá Jan Müller við Atla Dam 6.1.1998 í Sosialinum. T.d. sigur Atli Dam: >>So vildi eg fegin sloppið at borið fram nakað av tí, sum sera tungliga bylgist innan í mær, eftir at ein hevur verið vitni til tað heilt óhugnaliga, sum er hent<<. Og Nyrup kemur til Føroya at fortelja okkum ferð eftir ferð, hvussu teir hava hjálpt okkum. Sum ein skúlatænari frá hini øldini stóð hann har. Her tørvaði eingin kanning. Maðurin var sum ein opin bók, tey sum orkaðu at lesa kundu lesa alt. Tað løgnasta av øllum var, at hann skeyt ikki upp at broyta heimastýrislógina, men kom ynski úr Føroyum, so var gaman í at tosa. Hann má vera nøgdur við støðuna. Ella hvat? Og tey donsku bløðini skriva: >>Skyd en færing og spar i skat<<, brúkast bara eina ferð, men onkur hevur aftur sæð hesi orð klistrað á bilarnar. Uppskot um at flyta allar føroyingar til eina oyggj í Danmark eru aftur at síggja. Einaferð skuldu teir flytast til heiðarnar í Jútlandi. Men ein síða var m.a. í Weekendavisen. Har var málið mest viðgjørt sum innanhýsis mál og so Nyrup, men teir fingu sagt, at danski veljarin legði líka í Føroyar og føroyingar, tó kom í næsta broti hetta: >>Inderst inde vil ingen dansker miste Færøerne<<. Jú, eg hvakk við soleiðis at síggja tað á prenti í teirra størsta blað. Hví kunnu føroyingar ikki sejast? Tað er tí, at ein triði partur er, sum altíð er aktivt í parti við tí partinum, ið >>vil det bestående<<. Hann hevur makt og altíð roynt at forða fyri, at føroyingar fingu nakað av skafti. T.d. málið Háskúlin, Føroya Banki í 1906, skuldi vera ein avleggari av stórum donskum banka. Tryggingarsambandið, Elektron, Atlantsflog osfr., osfr. Sámal Petur í Grund segði, at løgmaður gekk fult inn fyri at niðurleggja skotlandssiglingina. Ikki ivist eg í, at Nyrup hevur lurtað løgmanni tað í oyrað. Vit skulu handla við danir, sjálvandi. Somuleiðis at koyra Sámal P., áðrenn hann sjálvur kom til Føroya. Men vit mugu lata alt hetta um okkum ganga, tí vit fáa so nógvar pengar úr Danmørk. Fyri tað fyrsta var tað nakað, sum danir sjálvir komu við í sambandi við heimastýrislógina. So tað kann ikki brigslast føroyingum. Tað var tað, teir vildu gjalda fyri at eiga okkum. Men hvat hava teir fingið frá NATO? Hetta má og skal kannast nú. Sigur tað ikki onkrum okkurt, at tá ið spenningurin millum risaveldini hvarv, kom kreppan. Og danir gjørdu hana ikki minni. Lærdir menn komu fram, og søgdu at bara 25.000 fólk kundu lívbjarga sær í Føroyum. Hvussu verður við Fossbankanum? Nyrup tosaði ofta um bananrepublik.Um allan heim er tað góð latín, at vinnulívið ikki má fáa pening fyri einki. Og sannuliga eisini lond. Hetta avskeplar alt. Nú fær danska landbrúkið 25 milliardir frá ES. Skemtiligt er at hoyra teir tosa. Tað er sum at hoyra føroyingar. Signar Heinesen skrivaði á donskum 9.1.98 í Sosialinum, at áðrenn danir løgdu upp í skyldaðu føroyingar 3,8 milliardir, aftan á teirra hjálp var skuldin komin upp á 6,4 milliardir til eina av heimsins hægstu rentum. Nú verður skjótt val í Danmark, og teir tríggir stóru flokkarnir har kappast um teir báðar fólkatingsmenninar úr Føroyum. Tveir tøkar tápulingar (annar plagdi at tosa um hentar idiotar). Uffe Elleman Jensen segði. >>Hvis jeg var statsminister ville jeg ikke være mindre streng. Nej, nu skal færingerne til at spænde livremmen ind<<. Teir konservativu løgdu >>bjargingina<< til rættis. Hvør minnist ikki Anne-Birgithe Lundholt við umskotnum eygum ógvast um okkara skipamál, og so hevði hon gjørt tað sama, men har legði man bara ok á? Hvør føroyingur troystar sær at fara á eitt komandi fólkatingsval? 18.1.98 Steinbjørn B. Jacobsen P.S. Annars er nú komin drúgv bók: Hugo Gaarden: Ansvaret der blev væk. Skandalerne i erhvervsliv og politik 314 síður. Her eru nógvar sakir. Hafnia, Den Danske Bank osfr. Færø-sagerne fáa einar tríggjar-fýra síður. Yvirfígging av øllum skipunum hjá teimum verður gjølla viðgjørt. Og teir føroyingar, sum hildu at okkara skipamál vóru >>serføroysk<<. >>Aðrir drekka blóð uttan Burnamann<<. Føroyskur danskur ríkisborgari Um tú vilt ella ei ert tú føroyingur og danskur ríkisborgari Um tú vilt ella ei mást tu velja innast inni við teg sjálvan Men tú kanst ikki velja at vera føroyingur tað er nakað tú ert men tú kann velja hvat tú gert sum føroyingur Marran vil ongantíð gloyma teg niðagrísarnir altíð finna teg men >>Sólin skínur bjørt á djarvar menn<< 9.1.98. Steinbjørn B. Jacobsen Johan F. Djurhuus Minningarorð Stutt undan 80 ára føðingardegnum andaðist Johan Djurhuus, skrivstovustjóri í landsstýrinum frá 1949-87. Hann var føddur í Havn 21. januar 1918, foreldur hansara vóru Margretha ættað innan úr Heiðunum og Kristian Djurhuus, sum m.a. var løgmaður Føroya 1950-59. 13. januar andaðist Johan Frits Djurhuus. Í hjúnalagnum hjá Esther og Johan eru børnini Helena, Kristian, Høgni og Elin. Við Johan Djurhuus er ein teirra farin, sum longst var við í uppbyggingini av føroyskari umsiting frá fyrstu tíð heimastýrið varð skipað. Tá Johan Djurhuus hevði tikið løgfrøðiligt embætisprógv í Keypmannahavn í 1945, var hann 2 ár í fíggjarmálaráðnum; kom so heim til Føroya. Tók við sum formaður og sum dagligur leiðari í Vinnulánsgrunni Føroya Løgtings, sum tá var týðandi lánistovnur til uppbygging av fiskivinnuni, til hann í 1949 varð skrivstovustjóri í ladnsstýrinum, ovasti embætismaður í føroysku umsitingini, samstundis lógarsmiður fyri lóggávuarbeiði løgtingsins. Tá var landsskrivstovan eisini løgtingsins avgreiðsla. Uppgávan hjá Johan Djurhuus var stutt sagt at skipa føroyska fyrisiting og seta hana í verk, nú vit høvdu nýggja stýrisskipan. Hetta er í einum tíðarskeiði, tá føroyskt lógarsmíð varð brotið upp úr nýggjum, skuldi skipast frá botni av. Teknisku hjálpitólini tá samanborin við nútíðina eru ikki at sammeta. Hentleikin var telefonin, tað sum tá var telefon, kravdi handakreftir og munagott tolsemi, til umheimin var einki sum at telefon, nóg illa um oyggjarnar allar, tað var alt eftir veðrinum, vætuni, hýrinum á teimum mongu telefonstøðunum um bygdir, sum formidla skuldu sambandið. Tað var í teirri tíðini Johan Djurhuus tók táttin upp, sum leiðari av eini landsumsiting í síni byrjan. Myndina av manninum við málsdungunum framman fyri sær, skrivar við hond og avgreiðir mál fyri mál, tá landsstýrisfundur var liðugur, avgreiðsluviðmerkingarnar gjørdi hann alt hondskrivað. Skrivimaskinu sá eg hann ongantíð brúka. Drúgv vóru málsevnini Johan Djurhuus hevði um hendi og ymisk. Umframt krevjandi starvið sum skrivstovuleiðarin í Tinganesi, var hann sjúkhússtjóri, tað bar m.a. í sær, at hann var við á øllum fundum í sjúkrahússtýrunum í Klaksvík, á Tvøroyri og í Havn. Hetta var eisini krevjandi arbeiði, í ávísum tíðarbilum sera strævið og krevjandi, tí hetta eru málsøki, sum mangan hava gjørt næturnar langar og dagarnar í so strævnar fyri at fáa tingini at rigga. Ofta var læknatrotið ovurstórt og ferðasambandið hartil ikki at sammeta við nútíðarsamfelagið. Hóast Johan Djurhuus hevði ovurstóra arbeiðsbyrðu alla sína longu embætistíð, so sást tað nóg illa á honum, tá hann sum ráðgevi í løgfrøði ella skrivari í landsstýrinum ella onkrari nevnd legði fram sínar metingar, tað var sinniligi embætismaðurin burturav greitt og snøgt. Tá Johan í 1987 legði frá sær sum skrivstovustjóri og tók sær meira av løttum, hóast hann støðugt hevði onkrar uppgávur, var hann meira enn so at síggja í bønum í vásaklæðum, og tá tyktist hann vera fegin og lættur. Møtti tú honum onkra góðveðursløtu spákandi heimeftir Kongabrúnni við hondunum aftan bak undir frakkavelinum, smírandi - altíð ein blíð viðmerkingum okkurt, sum nú var uppi. Fyri knøppum 5 árum síðani broyttist gerandisdgurin. Johan gjørdist lamin. Men komst tú á tal við hann, hugsaði tú ikki stórt um tað. Hesin maður, sum hevði loyst og avgjørt so mangt í føroysku umsitingini - 1. apríl eru 50 ár síðan heimastýrisskipanin varð sett í verk - var hóast alt hin sami persónurin. Vit lýsa frið yvir minnið um heiðursmannin Johan F. Djurhuus. jl. Gott at reinsa luftina -Tað kennist sum at verða sloppin av við ein mylnustein, at bankakanningin nú er liðug -Politiska viðgerðin av bankamálinum er alt ov hektisk í løtuni til at eg kann koma við viðmerkingum. Tað, sum onnur halda og føla, hevur tikið so nógv av tíð míni, at eg havi ikki sjálv havt stundir til hvørki at lesa alla frágreiðinga ella at gera mína egnu hugsan. Sigur Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður í sambandi við úrslitið av bankakanningini.. Hon vil fegin úttala seg men ikki fyrr enn tað er greitt, hvør politiska avleiðingin verður av øllum málinum. -Men eg haldi tað er gott, at vit fingu hesa kanningina, og at hon nú er liðug. Tað hevur kenst sum at hava ein havt ein mylnustein um seg, nú tú hevur livað við allari hesi óvissuni og gitingunum. Tí er tað ein lætti, at kanningin er gjørd. Nú vit vita øll, hvat tað er vit tosa um. Hon heldur kanningin hevur reinsað luftina millum Føroyar og Danmark. Uppá fyrispurning um hon ikki gjørdist skelkað av kanningingi sigur Vibeke Larsen, at hon treyðugt verður sjokerað av nøkrum. -Í hvønn mun heldur tú, at undanmaður tín, Bent Klinte, hevur verið við til at geva donskum myndugleikum misvísandi og manglandi upplýsingar um støðuna í Føroyum! -Tað havi eg onga viðmerking til. Uppgávan hjá ríkisumboðnum er m.a. at kunna danskar myndugleikar um støðuna í Føroyum. Sum dani í Føroyum sigur Vibeke Larsen seg vóna, at góðu viðurskiftini millum báðar ríkispartarnar ikki taka skaða av bankakanningini. Hon heldur, at danir og føroyingar hava góð viðurskifti hvør við annan, hóast politiskar rembingar. Lokalvarp - ongantíð ov skjótt!!! Tað er einki dulsmál, at vit eru nógvir føroyingar, sum ynskja lokalvarp nú, serliga vit sum búgva uttan fyri Havnina. Øll lesarabrøvini í seinastuni prógva, at Útvarp Føroya hevur svikið okkum so staðiliga. Dømini eru nógv. Nú í morgun, 20. jan., hevur útvarpsmaðurin leitað sær til ein av skúlunum í Havn, har hann tosar við ein pápa at einum av smábørnunum, sum skulu í skúla av fyrstan tíð. Brennidepilin eitt dømi: Tað er ikki sending, uttan at ein úr Havn svarar spurningunum. Í øllum tónleikasendingum, ið spældar verða, eru vertirnir úr Havn ella búgvandi í Havn. (95% av teimum). Frættir tú nakað frá kommununum, ja so er tann fyrsta Havnar Kommuna. Álvaratos, er ikki ein verð uttan fyri Havnina? Hví ikki frætta úr Klaksvík, Vestmanna, Runavík ella av Sandi, har kommunan hevur verið stongd í 4 mánaðir - nokk farin á húsagang. Meinti annars, at øll í Føroyum áttu Útvarp Føroya. Vælsignaðir, stovnsetið lokalvørp beinanvegin. LSS. Stríðið millum yrkisfelagið og landsstýrið gagnar ikki Sambandsflokkinum Sum øllum kunnugt stundar til val her í Føroyum, og allir flokkar royna at gera sítt til at fáa flestar atkvøður. Summir leggja stóran dent á ungdómin, meðan aðrir leggja størsta dentin á onkran annan bólk í samfelagnum. Men ein flokkur í landinum, sum ikki gevur ungdóminum gætur, er Sambandsflokkurin. Eilif Samuelsen, sum umboðar Sambandsflokkin í landsstýrinum, er við at oyðileggja framtíðina fyri nógvar ungdómar her á landi, við at forða teimum í at fáa eitt prógv, fyri síðan at halda fram við lesnaði, sum gagnar Føroya landi. Hetta kunnu vit ikki góðtaka. Tosað hevur verið nógv um at fáa fiskimenninar heim aftur til Føroya, og teir skulu her fáa betri livikor. Løgið er, at vit næmingar ikki eisini kunnu fáa góð livikor her á landi, vit sum skulu stýra landinum í fram-tíðini. Hetta skal Sambandsflokkurin ikki forða okkum í, og um teir ikki eru fúsir til at fáa eina loysn, so at vit kunnu fáa eitt gott prógv, mugu vit heldur syrgja fyri, at Sambandsflokkurin ikki kemur vælmannaður inn á ting aftur. Vit kunnu ikki hava ein flokk inni á tingi, sum vil spenna bein fyri ungdóminum her í Føroyum. Eilif Samuelsen vil hava, at vit kroysta okkum saman 28 fólk í eina stovu, sum hann í kunngerð sjálvur sigur, at tað ikki skulu vera meira enn 24 næmingar í hvørjum flokki. Harumframt eru luftviðurskiftini í stovunum meira enn tvær ferðir hægri enn hámark, og samstundis vil hann, at lærararnir fáa somu løn sum áður. Hann hevur eisini nevnt, at í Danmark eru meira enn 24 næmingar í hvørjum flokki, men har fáa lærararnir nógv meiri løn. Í Danmark fáa næmingarnir eisin munandi meira í studningi. Vit kunnu ikki bara taka ein part úr tí donsku skipanini og lata hinar partarnar liggja eftir. Er hett tað, Eilif vil, at tað skal vera eins í báðum londum, fær hann eina dýrari rokning enn hann hevði áðrenn. Vit vilja heita á landsstýrismannin umboðandi Sambandsflokkin um at vera samarbeiðsáhugaður, uttan longu áðrenn at seta treytirnar fyri at fáa eina loysn við Yrkisfelagið skjótast gjørligt. Um hetta ikki verður gjørt, eru vit vís í, at Sambandsflokkurin ikki verður størsti flokkur her í Føroyum næsta valskeið. Upprunaliga var stríðið um sparingar á 400.000 kr., men nú lærararnir hava verið í verkfalli, hevur landsstýrið spart uml. 900.000 kr. meira enn ætlanin var. Hetta er nú vorðin ein prinsipp spurningur, og er hetta prinsippið vert at seta so nógvar atkvøður í veð fyri, og skulu næmingarnir gjalda fyri hetta klandur við sínum prógvum? Í skúlunum eru nógv fólk, ið skulu velja á fyrsta sinni, og hetta mál ger Sambandsflokkin alt annað enn vælumtóktan. Gott er at síggja, at summir flokkar taka hetta mál í álvara. Ungdómurin er framtíðin. Vit takka øllum, sum hava stuðlað okkum og sum í framtíðini fara at stuðla okkum í hesum máli. Vit heita á hinar flokkarnar á tingi um at skunda undir hetta mál, so at ein loysn kemur á borðið, og vit sleppa aftur í skúla. Næmingaráðini á Kambsdali og í Hoydølum Grannskoðanin fær harðar ákoyringar frá kanningarnevndini Tað eru ikki bara politikarar og embætismenn í Danmark, sum hava borið seg skeivt at í málinum um Føroya Banka. Eisini grannskoðarar bankans fáa av at vita. Teir vóru sambært frágreiðingini vitandi um, at bankin var í djúpari kreppu Tað vóru politikararnir og embætismenninir, serliga teir donsku, sum fingu av at vita, teir fyrstu dagarnar eftir, at frágreiðingin frá bankakanningarnevndini var gjøgnumlisin. Í Danmark varð lagt upp til, at frágreiðingin skuldi fáa fylgjur fyri stjórnina, og eisini varð tosað um, at frágreiðingin skuldi fáa avleiðingar fyri embætismenninar. Í skrivandi løtu sær tað tó ikki út til at enda so galið. Tað eru tó aðrir partar vavdir inn í søguna um Føroya Banka. Danska blaðið Jyllands-posten, skrivaði í gjár, at ein av fremstu ríkisgóðkendu grannskoðarum í Danmark, Jørgen Frank Jacobsen, er hart kroystur, orsakað av bankamálinum. Jørgen Frank Jacobsen er fastur grannskoðari hjá Den Danske Bank og hjá stóru donsku vinnufyritøkuni A. P. Møller, sum samstundis er stórpartaeigari í Den Danske Bank. Saman við Paula Ellefsen var hann grannskoðari hjá P/F Føroya Banka. Tað er uppgávan hjá grannskoðanini at tryggja, at tað, sum í roknskapinum stendur, er rætt. Hetta verður gjørt við at eftirkanna roknskapin. Fullkomin kanning er ómøgulig, og tí verður grannskoðanararbeiðið bygt á stakroyndir. Tá grannskoðararnir hava kannað tað sum í roknskapinum stendur, geva teir roknskapinum eina átekning. Henda átekning kann verða blonk, sum sagt verður á fakmáli, ella kann hon innihalda fyrivarni fyri, at eitthvørt í roknskapinum ikki er nøktandið, eftir teirra hugsan. Ein partur av arbeiðnum hjá grannskoðanini er m. a. at lesa fundarfrágreiðingar frá nevndarfundunum. Tað kann jú vera, at onkur nevndaravgerð, ella onkrir upplýsingar standa har sum kunnu fáa negativa ávirkan á roknskapin. Koma grannskoðararnir fram á eitthvørt, sum kann fáa negativa ávirkan á roknskapin, skulu teir gera vart við hetta í átekningini, um so er, at ávirkanin er so stór, at tað hevur týdning fyri um roknskapurin er rættur. Kanningarnevndin metir, at tað er júst ein slíkur upplýsingur, grannskoðararnir hava gloymt at tikið fyrivarni fyri í átekningini í 1992-roknskapinum. Í fundardarfrágreiðing frá nevndarfundi í Føroya Banka, 14. oktober 1992, stóð at lesa: >>Hvis der i dag, den 14. oktober 1992, skulle anvendes et hensættelsesprincip der svarer til det, Den Danske Bank anvender, kunne det ikke udelukkes, at der inclusive bestående hensættelser og konstaterede tab i indeværende år ville være behov for hensættelser på 1-1,5 mia. kr. i løbet af de kommende år<<. Blank átekning Hetta er m. a. tað, sum grannskoðararnir hjá Føroya Banka ikki gera vart við í átekningini. Og tað sjálvt um teir í protokollini gera vart við, at teir hava lisið fundarfrágreiðingarnar frá nevndarfundunum í Føroya Banka. Tað má annars sigast, at meiravsetingar uppá 1-1,5 mia. krónur hava týdning í einum roknskapi, sjálvt um vit tosa um ein banka. Tað er orsøkin til, at Jyllands-Posturin sigur, at grannskoðararnir hava avgreitt uppgávuna, til botnkarakter. Niðurstøðan hjá kanningarnevndini er eisini, at tað ikki er samanhangur millum tað, sum grannskoðararnir hava skrivað í protokollini, og tað sum teir hava sagt undir avhoyringunum hjá kanningarnevndini. Tá søgdu teir, at teir ikki kendu innihaldið í referatinum, og tí ikki vistu um tørvin fyri meiravsetingum uppá 1-1,5 mia. kr. Ymiskar roknskaparreglur Orsøkin til, at vandi var fyri so stórum meiravsetingum var, at Føroya Banki brúkti aðrar avsetingarreglur enn høvuðspartaeigarin, Den Danske Bank. Danir áttu 60% av partapeninginum og høvdu tí meirilutan. Teir áttu fleiri nevndarlimir, umframt at teir áttu meginparturin av dagligu leiðsluni í bankanum Í slíkum førum er vanligt, og ikki minst góður roknskaparsiður, at >>dótturfelagið<< brúkar somu roknskaparhættir sum >>móðurfelagið<<. So var ikki OEi Føroya Banka. Og tað var, sambært Jyllands-Posten eisini orsøkin til, at avsetingarnar í Føroya Banka vóru so smáar. Sambært Jyllands-Posten sigur frágreiðingin, at leiðslan í Føroya Banka, bert avsetti uppá teir mest hopleysu kundarnar. Teir kundarnar, har hvør króna í veruleikanum var mist. Hetta er ikki í samsvar við lógina. Tað verður sagt, at eitt tap skal takast, tá tað hóttir. Tað vil siga, um tað er ein møguleiki fyri, at pengarnir eru mistir, so skulu avsetingar gerast í roknskapinum. Sambært tí, sum stendur í Jyllands-Posten, hevur Føroya Banki heldur ikki gjørt hetta. Tað kann tí tykjast sera løgið, at Den Danske Bank hevur latið hetta um seg ganga. Ein av frágreiðingunum kann vera, at teir við vilja hava skavað út yvir, tað vánaligu støðu, bankin var í, við teirri grundgeving, at bankin skuldi seljast. Høvdu grannskoðararnir røkt sína uppgávu til lítar, høvdu teir gjørt vart við hetta frávik. Og tað hava hvørki Jørgen Frank Jacobsen, ella Pauli Ellefsen gjørt. Pauli Ellefsen hevur annars greitt kanningarnevndini frá, at eitt ella tvey av starvsfólkum hansara, hava lisið allar nevndarfundarfrágreiðingar ígjøgnum, og gjørt referat av tí sum í teimum stóð. Tey hava bara ikki tikið nakað við um tær 1-1,5 mia. kr. Samanlagdi bankin Niðurstøðan í greinini hjá Jyllands-Posten er, at antin hevur grannskoðarin hjá A. P. Møller og Den Danske Bank, gjørt eitt vánaligt arbeiði í Føroyum, ella hevur hann ikki sagt allan sannleikan. Sama støðan má tí eisini vera galdandi fyri Paula Ellefsen. Og hvør av teimum báðum møguleikunum er betri, má lesarin sjálvur taka støðu til. Tað kann tí tykjast sera løgið, at grannskoðanin av samanlagda Føroya Banka, liggur í hondunum á somu grannskoðaravirkjum, sum hon gjørdi í gamla Føroya Banka. Hjá grannskoðaravirkjunum Grothen & Perregaard og KPMG Pauli Ellefsen P/F. Persónarnir eru ikki teir somu, men virkini eru tað. Hvussu kann Fíggingargrunnurin hava álit á, at grannskoðaravirki nú greiða sínar skyldur á rættan hátt, tá tey sambært frágreiðingini hjá kanningarnevndini í bankamálinum ikki gjørdu tað við 1992-roknskapinum. Hetta er ein spurningur, sum bert ábyrgdarpersónarnir í Fíggingargrunninum kunnu svara uppá. Jyllands-Posten heldur í øllum førum, at Jørgen Frank Jacobsen er komin sera illa frá uppgávuni í Føroya Banka. Og tað má eisini verða galdandi fyri Paula Ellefsen. Danskir politikarar vistu alt Tann strategi, sum Føroyabólkurin legði, hevur hildið út í odd og egg. Danskir politikkarar hava vitað um ætlanina alla tíðina, men hava ongantíð sagt føroyingum frá Danskir politikarar hava alla tíðina vitað um ætlanirnar hjá Føroyabólkinum, sigur Atli Dam Bankafrágreiðingin gevur ta fatan, at embætismenninir hava arbeitt rættiliga sjálvstøðugt. Men tað er ikki so, sigur Atli Dam. Hann heldur, at embætismenninir hava einki gjørt, uttan at teir ábyrgdarhavandi, donsku politikkararnir hava vitað tað. Tað verið seg, Poul Schlüter, Anne Birgitte Lundholt, Poul Nyrup Rasmussen, Mogens Lykketoft ella Marianne Jelved. Øll hesi hava verið vitandi um tað, sum fram er farið, men hava ongantíð sagt føroyingum frá. Bankafrágreiðingin heldur seg til tann málsetning, hon hevur haft, men avdúkar samstundis nógv viðurskifti, notat og skriv, sum kunnu tulkast upp á ymsar mátar, og samstundis síggjast í politiskum ljósi. Bankafrágreiðing gevur, sum áður sagt, ta fatan, at embætismenninir hava arbeitt rættiliga sjálvstøðugt, og tað gevur millum annað Poul Nyrup Raasmussen, forsætisráðharra, og Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharra, møguleika at loypa á embætismenninar í dag. Men embætismenninir, hava bara arbeitt við politiskum samtykki. Serliga Ejgil Mølgard, stjóri í fíggjareftirlitinum, er kendur fyri altíð at hava sítt bakland í lagi og lata upplýsingar aftur til ídnaðarmálaráðharran. >>At hann hevur gjørt alt hatta har av sínum eintingum, trúgvi eg einki uppá,<< sigur Atli Dam. Ejgil Mølgaard hevur verið inni í poltitiskum samráðingum, har hann hevur brotið sína tagnarskyldu um viðurskiftini hjá Sjóvinnubankanum fyri bæði Den Danske Bank og donskum politikkarum. Tann einasti parturin, hann helt sína tagnarskyldu mótvegis, sigur Atli Dam, var Føroya Landsstýri. >>So eg meini, at tað er prógvað, at tann niðurstøðan hjá Føroyabólkinum, sum gevur nakrar fáar valmøguleikar, men í tí stóra og heila setir upp tær hendingar, sum tað kemur at vísa seg verða førdar út í lívið til punkt og prikkar. Eisini setir Føroyabólkurin treytir, sum eru so harðar, at danir ongantíð aftur missa takið á føroyingum. Tað er skjalprógvað.<< Hetta endaði so við bankasamanleggingini, sum vit nú kenna. Men alla hesa tíðina, hava fyrst Poul Schlüter, og síðan Poul Nyrup Rasmussen og Mogens Lykketoft, vitað um málið, men ongantíð sagt føroyingum eitt orð um tað, sigur Atli Dam. Framtíðin Tað, sum nú er eftir, er at draga hasi tingini fram og leggja tey aftur at frágreiðingini hjá Grønborg. So hava vit grundarlag fyri at fara at tosa um framtíðina. Tá vit tosa um framtíðina, slepst ikki undan, at vit fara at tosa um býti av føroysku skuldini, sigur Atli Dam. Hann heldur framvegis fast við, at vit bara kunnu fáa eina politiska loysn á bankamálinum. Atli Dam mælir til, at skuldin verður býtt í trý, soleiðis, at danski staturin, Føroya Landsstýri og danski fíggjarheimurin átaka sær hvønn sín triðing av skuldini. Men áðrenn tað kann koma so vítt, sigur Atli Dam, eiga vit at taka tann partin burtur úr, sum føroyingar sjálvir eiga. Tað er eingin ivi um, vísir Atli Dam á, at vit vóru í so djarvir at lova veðhøld í áttatiárunum, og hesi komu í ávísan mun afturumaftur. Hetta eiga vit at draga frá beinanvegin, og so fara í gongd, sigur Atli Dam. Men fyri at koma nakran veg, mugu vit fáa alla ta vitan, sum danskir politikkarar hava, sigur hann. Vóru ov seinir Tað ber ikki bara til at geva donskum embætismonnum skuldina fyri allar okkar ólukkur, sigur Atli Dam. Ein av grundunum til núverandi støðuna er, heldur Atli Dam, at vit í Føroyum hava verið ov illa fyri við almennari fíggjarstýring. Almenna, føroyska embætisverkið var stutt sagt ov illa útbygt. Høvdu føroyskir politikkarar kunnað sær at verðið samdir um føroyskan landsbanka fyri nógvum árum síðani, kundi kanska verið eitt sindur ørðvísi. Men bæði borgarligir politikkarar og bankafólk, vóru í móti hesum. Hetta var nakað, sum, millum annað, bankarnir søgdu seg klára uttan almenna uppílegging. Almennu, føroysku embætismenninir hava gjørt tað, teir skuldu. Men teir hava havt alt ov ringar umstøður at arbeiða undir. Nú verður hinvegin bara útbygt. Men einki er, sum prógvar, at tað er bara gott, sigur Atli Dam. Nyggja lóg Atli Dam sigur, at vit í framtíðini noyðast at fáa eina nýggja lóggávu at arbeiða undir. Í eini nýggjari lóg, sum skal loysa Heimastýrislógina av, er neyðugt, at føroyingar fáa somu heimildir, sum danir, í eitt nú fíggjarmálum. Vit mugu fáa rætt til at yvirtaka øll mál. Og vit noyðast eisini at fáa okkara egna eftirlit, sigur Atli Dam og sipar til, at hann ikki metir danska Fíggjareftirlitið hava verið nóg gott, sum eisini bankakanningin vísir. Teldunýtt - DVD frá Microsoft DVD, teir sera stóru CD'irnar við upp til 18 GB plássi, eru um at taka fyrstu fetini inn á marknaðin. Á hardware síðuni eru tær fyrst teldurnar við DVD sum standard komnar, og nú kemur Microsoft við einum av fyrstu software'unum á DVD. Tað eru vælkendu Encarta leksikonið og bókasamlingin Bookshelf, sum nú koma á DVD. Meginparturin av innihaldinum er óbroytt. Nógva eyka plássi verður nýtt til at økja innihaldi av video, og tað slagið av upplivilsismyndum, har allur sjónarringurin sæst. Fyribils fara heitini bert at nýta minstu støddina av DVD, so at tað bert vera 4,7 GB data á. Nýggju útgávurnar skuldu verið lidnar tíðliga í vár. 50 milliónir Fyrrverandi stjórin á Apple, Gil Amelia, fekk nærum 50 milliónir í fráfaringargávu frá Apple, upplýsti fyritøkan herfyri. Áhugavert, eftirsum tað ikki gekst Apple so væl, meðan hann var stjóri. Tað høvdu óivað verið nógv okkara millum, ið vildu koyrt fyritøkuna av kós fyri minni enn so. Bíligar P II Í løtuni verða tær skjótastu 300 MHz Pentium II útgávur í USA seldar fyri umleið 15.000 krónur. Hetta skuldi merkt, at tað innan stutta tíð skuldi verið møguligt at fingið tær um okkara leiðis fyri ein sámuligan penga eisini. 3D frá Intel Intel keypti eina fyritøku, ið gjørdi grafikk chips í summar, og nú sæst fyrsta úrslitið av handlinum. Tað er fyrsta 3D-grafikk chippið hjá Intel. Tað hevur fingið heitið 740, og roknað verður við, at tað fer at finnast millum kraftigastu 3D chippini á marknaðinum. Chippið skal seljast á vanligum grafikk kortum til brúkarar í kapping við aðrar framleiðarar á marknaðinum. Chippið skuldi verið klárt at sent í handlarnar umleið mars. So kanska fer prísurin á hesum 3D chippum at falla til ta tíð. Tekstmaskinan Nýtt CorelDRAW 8'arin er ein skilagóð uppgradering av gamla tekniamboðinum Nú kann tað av álvara loysa seg at uppgradera sína gomlu CorelDRAW útgávu. Við 8'aranum er tað vorðið lættari enn nakrantíð at brúka forritið. Brúkaraflatan hevur fingið fløtu Windows 98 útsjóndina, har ikonini eru heilt integrerað í forritinum. Forritið hevur eitt ótal av møguleikum, men tað er nú gjørligt at gera ymiskar uppsetingar av brúkaraflatuni alt eftir, hvør uppgáva skal loysast. Til ber at gera egnar uppsetingar av nærum øllum funktiónum. Størsta ítøkiliga broytingin er, at nú ber til at arbeiða nógv meiri út frá hugaheiminum við tekningunum. Ein skal ikki longur fara umvegis í ymiskar kontrollboksir, men kann nú brúka músina beinleiðis á ymisk punktir á tekningini, og samstundis síggja broytingarnar beinanvegin. Hetta ger tað til ein nógv meiri kreativan stuttleika at arbeiða við forritinum, og tað er jú væl eisini ætlanin við tí heila. CorelDRAW 8 hevur eina røð av fasilitetum til nýtslu á Internetinum, sum ger tað til eitt gott forrit at gera einfaldar Internetsíður við. Tað kann gera fult HTML layout. Til ber alla tíðina at síggja, hvat ein ger. Við hjálp av framkomnari nýtslu av HTML skráum fæst nakað, ið líkist vanligum DTP funktiónum, tá ein arbeiðir á Internetinum. Forritið fyllir 80 MB á diskinum. Maður ella androida? Filmurin Blade Runner er aftur frammi. Hesaferð sum telduspæl Kultfilmurin frá byrjanini av 80-unum, tann hálvfilosofiski science fiction spenningsfilmurin Blade Runner, er komin sum telduspæl. Spælið er lýst sum eitt veruleikans ævintýrspæl, men tað heldur tíverri ikki. Hendingarnar verða bert í lítlan mun stýrdar av gerðunum hjá høvuðspersóninum. Afturfyri er tað eitt framúr flott og stemningsfult spæl, sum í hvussu er gamlir kennarar av filminum fara at dáma. Ljóðið er einastandandi. LA 2019 Árið er 2019. Vit eru í Los Angeles, eitt framúr framkomið, men í allar mátar sjúkt samfelag, har einasta ljósið kemur frá neonlýsingunum og vindeygunum í háhúsunum. Býurin er fongdur við sonevndum androidum ella replikantum, sum eru robottar, ið føra seg fram, hugsa, kenna og líkjast menniskjum. Teir eru sterkari, klókari og vakrari enn menniskju, og eru tí vorðnir ein hóttan móti mannaættini. Tú ert Blade Runner, ein persónur, hvørs uppgáva er at jagstra og gera av við replikantarnar. Dynamiskt spæl Høvuðsspurningurin í filminum var, um ein vera, sum á allan hátt líkist menniskjanum, er eitt menniskja. Ella um ein kann oyðileggja tað sum eitt annað burturkast. Í spælinum fylgja vit evninum upp á tveir mátar. Partvís kann ein útgera sín høvuðspersón, Blade Runner'an Ray McCoy, við ymiskum karakterum. Hann kann antin vera hin heldur harðligi maðurin, ið hugsar við revolvaranum ella hin meiri samvitskufulli, sum fer vinarliga og ansin fram. Hátturin, McCoy førir seg fram uppá, fær ávirkan á endan av spælinum. Og partvís verður býtt um uppá samleikan hjá persónunum, hvørja fer eitt nýtt spæl byrjar. Nøkur av teimum, ið áður vóru menniskju, verða nú replikantar og umvent. Tað ger í veruleikanum ikki stóra munin, men er í tó nóg mikið til, at spælið kennist nýtt, tá ein spælir tað aftur. Eitt lætt spæl Annars verður spælið spælt sum eitt vanligt ævintýrspæl. Og tað finnist ikki í tyngra endanum. Brúkaraflatan er sera einføld. Pílurin verður førdur runt, ein savnar lutir saman og loysir uppgávur. Uppgávurnar eru viðkomandi fyri gongdina í spælinum, og er ikki av tí slagnum, sum fær tey flestu av gevast á hálvari leið. Í veruleikanum kann tað spælast ígjøgnum eitt gott vikuskifti. Sum í filminum Fram um alt er Blade Runner eitt stemningsfult spæl. Ljóðsíðan er framúr og hevur uppiborið góðar hátalarar. Har er tað eyðkenda stórbýarsuðið, glopraregn og ýlandi bilar, og hvørt stað hevur síni egnu ljóð við technopoppi og serligum stemningsmydum. Fakta Blade Runner fyllir fýra CD'ir og setur stór krøv til telduna. Minimum er ein Pentium 90 við 16 MB RAM og 150 MB fríum plássi á harðdiskinum, eitt 2 MB grafikk kort og eina 4X speed CD-rom støð. Framleiðarin viðmælir sjálvur ein 133 MHZ prosessor, 32 MB RAM og ikki minni enn 300 MB diskpláss. Mugu ikki gloyma undirgrund og mark Allar síður í bankamálinum eiga at takast upp og teir, ið hava gjørt mistøk, eiga eisini at fáa hetta at vita, líka mikið hvørjar avleiðingarnar verða. Men vit mugu ikki gloyma undirgrundar- og marknamálið, tí hesi eru grundarlagið undir øllum øðrum. Føroya løgting og Føroya landsstýrið eiga nú í felag at viðgera málið um bankakanningina og avleiðingarnar av henni. Nú ræður um at standa saman. Fara vit nú út við fleiri signalum kann hetta seta fót fyri einum rímuligum og røttum úrsliti. BANKAKANNINGIN er skelkandi lesnaður. Føroyingar eru snýttir og villleiddir og hava ikki fingið tær informatiónir, sum ein partur í einum so stórum álvarsmáli til eina og hvørja tíð eigur at fáa. Talan er um manglandi og skeiva informatión. Hetta er tykki nakað av tí ringasta, sum kann henda, tí tá er spælt við følskum kortum. Og tað er greitt, at slíkt eigur at fáa fylgjur so ella so. Lat okkum undirstrika her, at ikki minst Sjónvarp Føroya eigur rós uppiborið fyri tað stóra arbeiði tey hava gjørt í øllum bankamálinum. HVAT bankakanningini viðvíkur, so mugu tó ikki enda harí bara at tosa um pengar. At fáa vit so og so nógv frá dønum, sum vithalda okkum hava rætt til og fyri tort og svie, so eru vit nøgd. Hetta er ein spurningur um meira enn pengar. Talan er um viðurskiftini millum tvær tjóðir. Latið okkum hvør í sær rudda upp hjá hvørjum øðrum. Eins væl og vit royna at skilja hvat er hent í Danmark, eiga vit eisini at hyggja nærri at okkum sjálvum. Hvør hevur gjørt nakað galið her og hvat er gjørt galið. Eigur tað at blíva til eina nøs ella meira! Tað týdningarmesta er, nú luftin er reinsað við hesi kanning, ikki bara at koyra alt undir gólvteppið, men vit eiga at tora og hava dirvi til eisini at taka í egnan barm. Eru skeivar avgerðir tiknar av føroyingum tað verið seg embætisfólki, politikarum, bankafólki, advokatum, revisorum osfr., so eigur hetta at verða viðgjørt í sama mun sum teir danir, ið standa fyri skotum. Uttan mun til um hetta skal fáa avleiðingar eigur tað at koma fram. Eisini her er brúk fyri at reinsa luftina. MEN vit mugu víðari. TAÐ er í hesum sambandi, at spurningurin um heimastýrislóg, sjálvstýrislóg og hvat tað nú eitur, er vorðin so relevantur. Hvat ætla vit við viðurskiftunum við Danmark! Her eru so fleiri meiningar, sum røkka frá sambandi til loysing. Millumleiðin er so tann, sum eitt nú javnaðarflokkurin hevur lagt seg á og nú vil hava tingið at viðgera í tráð við uppskotið um val av stjórnmálanevnd. Stóri spurningurin í øllum hesum er, hvussu langt røkka vit innan fyri galdandi heimastýrislóg og hvussu langt ætla vit at røkka við eini nýggjari skipan, sum avloysir heimastýrislógina. Eftir okkara tykki er hetta tann stóri spurningurin, nú tað ikki fæst nakar meiriluti fyri hvørki at loysa ella at knýta okkum enn tættari til Danmark: tann gilti millumvegurin. NÚ hesi mál eiga so stóran part av almenna tjakinum mugu vit ikki gloyma eitt tað kanska mest týðandi málið og sum er grundarlagið undir øllum øðrum, nevniliga rætt okkara til livandi ríkidømið í havinum kring okkum og til møgulig ráevni í undirgrundini. Nú vit skulu til at gera nýggjar avtalur við Danmark um alt bankamálið og skuldina annars eiga vit eisini at tríva í aftur samtyktina á løgtingi í 75, har gjørt varð greitt, at undirgrundin er ognin hjá føroyingum. Henda samtykt varð grundarlagið undir samráðingum við danir um yvirtøku og loksins viðurkenning dana, at undirgrundin er okkara. Sum upprunafólk mugu vit tvíhalda um henda rætt og líka mikið um talan er um delegatiónsteoriir ella ikki, so eiga vit undirgrundina. HERFYRI kom fram, at danir vilja hjálpa okkum í samráðingunum við bretar. Kann tað gagna okkum er tað í lagi. Men vert er at leggja dent á, at tað er sum upprunafólk, at vit krevja rættin til okkara egnu undirgrund og harvið eisini eitt sømiligt mark. Sosatt verða bæði danir og bretar at viðurkenna rætt okkara til ráevnini í undirgrundini og rættin til markið. Alt gott um bankakanning ol. men umráðandi er, at vit ikki gloyma grundarlagið undir øllum hesum, nevniliga veiðurætt okkara og rættin til undirgrundina. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Hann hækkar upp í vestan og minkar vindin til andøvsgul. Sum frálíður klárar í, men okkurt ælið. Hitin fellur til 3 til 5 stig. Hósnáttina kaldari og okkurt vátasletings- ella kavaælið. Veðrið hósdagin: Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og sólglottar, men okkurt kavaælið. Hitin um frostmarkið. Veðrið fríggjadagin: Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri, turt og sólglottar. Hitin um frostmarkið. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Hann lækkar niður í útsynning, gul til stívt andøvsgul og eitt sindur av regni ella vátaslettingi. Hitin kemur upp í 2 til 5 stig. Í gjár: Eitt hátrýst yvir Bretsku Oyggjunum hvørvur eystureftir. Eitt stormlágtrýst eystanfyri Hvarvið fer gjøgnum Grønlandsfjørðin og brúgvalagið haðani fer um Føroyar mikumorgunin. Í dag: Aftaná brúgvalagið kemur kaldari luft við ælingi móti Føroyum, men í vikuskiftinum verður lýggjari. Tiltøk KFUM & KFUK Hóskvøldið kl. 19.30 í KFUK: Almennur bíbliufundur v/ Kjartan Mørkøre, sóknarpresti. Sjómanskvinnu- ringurin í Havn Sjómanskvinnuringurin kemur saman á Sjómansheiminum mikukvøldið 21. jan. kl. 20.00. Allar kvinnur eru vælkomnar. Konfirmantarnir í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi byrja at ganga til í Vesturkirkjuni mikudagin 21. jan. kl. 15. Konfirmatiónirnar verða 29. mars og 5. apríl. Samkoman Immanuel Í kvøld kl. 20.30: Møti. Rhema á Hálsi í kvøld kl. 20: Vitnimøti. Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Fríðtór Debes talar. Biðið verður fyri sjúkum. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin, Tórshavn Í dag kl. 15: Bøn. Hóskvøldið kl. 20: Heimaforbundið. Allar kvinnur kunnu vera við. Frá Lívsins Orð Møti verður í kvøld kl. 20. Leygardagin kl. 17 verður barnamøti. Sunnudagin kl. 17 verður møti. Hvalvíkar Missiónshús Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20. Øll eru hjartaliga vælkomin. Stýrið Meinigheitshúsið í Vági Vikuskiftismøtir við Niels Jacob Nielsen og Regin Høgnesen verða frá hóskv. 22. jan. til sunnukv. 25. jan. Møtini eru kl. 20.00, tó sunnukvøldið kl. 18.00 Øll eru hjartaliga vælkomin. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundur Sporafundur verður í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Felagið Tórshavn: GONGUTÚRUR Sunnudagin 25. januar verður gongutúrur av Sundshálsi til Velbastaðháls. Farið verður frá Kunningarstovuni kl. 13. Havið góð og heit gonguklæði og kaffi við. Gingið verður umleið 3 tímar. Tilmelding. Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir byrja aftur týsdagin 13. jan. kl. 17.30 og eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjar skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjar aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld.. Týsdagin 20. januar: Týsdagsdøgurðin: turrur fiskur, spik, eplir og bótasúpan. Fríggjakvøldið 23. januar: Kafékvøld kl. 21-24. Bólkurin >>Í essinum<< v/ Heðin D. Ziska (guitar), Christian Blak (klaver) og Mikael Blak (brass). Leygardagin 24. jan.: >>Í essinum<< spælir á eini konsert í Humlebæk. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Hósdagur 22. januar 1998 Latið okkum menna samvinnuna millum Ísland og Føroyar Í mars mánað verður stór keypsstevna og framsýning í Badmintonhøllini í havn við luttøku av umleið 30 íslendskum virkjum. -Vit eiga at menna savminnuna millum londini og er ein slík stevna ein góður máti til tess sigur Thorgeir Pálsson frá íslendska útflutningsráðnum, sum júst hevur verið í Føroyum Ætlanin er at menna samvinnuna millum Føroyar og Ísland, bæði á tí mentanarliga og tí handilsliga økinum. Fyri at fáa gongd á hesa ætlan verður skipað fyri eini keypsstevnu og framsýning í Badmintonhøllini í Havn í døgunum 25. til 29. mars. Tað er íslendska útflutningsráðið og Eimskip, sum standa fyri hesum stóra og spennandi tiltakinum. Í hesum samband hava tvey umboð fyri íslendska útflutningsráðið júst verið á vitjan í Føroyum. Tey hava kunnað seg við umstøðurnar her og gera fyrireikingar til stevnuna. Thorgeir Pálsson frá útflutningsmiðstøðini sigur, at íblásturin til hetta tiltak kemur frá tí vinarbýarsamarbeiði er er millum báðar høvuðsstaðirnar, Tórshavn og Reykjavík. Keypsstevnan hevur tí eisini fingið heitið "TórRek", sum er ein stytting av orðunum Tórshavn og Reykjavík. Í dag er rættiliga nógv handilsligt virksemi millum bæði londini. Ísland útflutti í fjør fyri umleið 60 mill. kr. í vørum til Føroya, meðan føroyingar útfluttu fyri einar 40 mill. kr. til Íslands. Talan er um nógv ymisk sløg av vørum, frá matvørum til seyðaskinn. Thorgeir Pálsson sigur, at tað eigur at vera gjørligt at menna hesa samvinnuna. Góður gróðrarbotnur er fyri eini øktari samvinnu millum íslendingar og føroyingar, sum í dag hava so tætt samband hvør við annan. Ein líknandi stevna hevur verið hildin í Grønlandi og tykist tað at vera stórur áhugi hjá grønlendingum at vera við í slíkum tiltøkum eisini. Umleið 25-30 íslendsk virki eru sinnað til at vísa vørur og tænastur sínar fram í Føroyum, og so stóran dent leggja íslendingar á hetta tiltakið, at bæði borgarstjórin í Reykjavík og íslendski uttanríkisráðharrin verða við á ráðstevnuni, sum verður partur av tiltakinum. Har fer so eisini løgmaður og onnur føroysk umboð at vera við. Keypstevnan verður bæði fyri innbodnum og fyri almenninginum. Ætlanin er so eisini at skipa fyri ymsum mentanarligum tiltøkum um sama mundið. M.a. verður íslendski filmurin Agnes vístur í Havnar Bio og ein jazz trio við Ólavi Steffensen, sum er hálvur føroyingar fer at spæla. Stór veitsla verður hildin í sambandi við tiltakið, og hana fer Maria Ellingsen, sum eisini er hálvur føroyingur at standa fyri. So roynt verður at gera tiltakið so føroyskt-íslendskt sum tilber. Byrjanin -Hetta er vónandi bert byrjanin til ein fastan tátt í samvinnuni millum bæði londini sigur Thorgreir Pálsson. Sett er longu út í kortið ein nýggj stevna í næsta ár. Hon verður í Reykjavík og fer at bera heitið "RekTór". Tá er ætlanin at hava eina stóra málningaframsýning við føroyskum listamálarum. -Eg eri avfarin av tí stóra tali av føroyskum listamálarum og av dygdarverkum teirra. Fáir íslendingar vita, hvussu rík málningalistin er í Føroyum, og tí haldi eg, at tað hevði verið gott, um vit á RekTór í 99 kundu víst íslendingum nakað um føroyska málningalist. Hann er annars sera fegin um vinarbýarsamstarvið millum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn og heldur, at hetta eigur at verða útbygt í framtíðini, nú hesi trý londini við betraðum samskiftis- og samferðslumøguleikum koma at vera nógv nærri hvørjum øðrum. Og er tað m.a. í hesum sambandi, at íslendska flutningsfyritøkan Eimskip kemur inn í myndina. -Vit hava eitt gott skipafelag, sum kann nøkta ein stóran part av flutningstørvinum og harvið eisini gera tað møguligt at menna samvinnuna millum londini sigur Thorgeir Pálsson. Hann vónar annars, at føroyingar eru nøgdir við ta fiskivinnusamstarv, sum er við Ísland. -Tit í Føroyum skulu bara vita, at íslendingar fara seint at gloyma stuðul tykkara, tá náttúruvanlukkurnar herjaðu her fyri nøkrum árum síðani. Neyvan hevur eitt so fáment fólk latið so stóran stuðul til eitt grannafólk sum føroyingar gjørdi í tí sambandinum sigur Thorgeir Pálsson, sum heldur, at íslendingar eiga at halda fram við at lata føroyingum kvotur í íslendskum sjógvi. Framtaksnevndin afturvald Fyri nøkrum døgum síðani skrivaður vit, at løgmaður og forsætisráðharrin høvdu valt aftur nevndina í framtaksgrunninum Hetta hevur løgmaður nú gjørt kunnugt. Nevdin hevur sæð - og sær framvegis soleiðis út: Heini Fosaa, stjóri, Tórshavn Sverri Hansen, Leirvík Richard L. Thomsen, stjóri, Tvøroyri, Niels M. Larsen, stjóri, Virum og Niels Kristian Agner, stjóri Værløse Nevndin skipar seg sjálv. Verandi formaður er Sverri Hansen MC Hár framvegis uttan vit Við nýggju fløguni >>Framvegis uttan vit<< borðreiðir MC Hár við nøkrum, sum kann fáa sjálvt sjómenn at rodna Eru teir svakir? Eru teir cool? Ella eru teir bara heiladeyðir? Hvussu er og ikki, so eru teir MC Hár, og øll tey, sum vilja verða provokerað, kunnu ogna sær fløguna >>Framvegis uttan vit<<, sum teir góvu út fyrr í vikuni. Men tey mugu brynja seg til at hoyra ymiskt, sum ikki er hoyrt fyrr í føroyskum tónleiki. Her verður einki pakkað inn. Við øðrum orðum er fløgan ikki fyri veikar sálir. >>Hákun Spott<<, >>Mc-Allah<<, >>Spark BN<< og hinir í bólkinum ganga nýggjar leiðir við milt sagt ónærisligum sangum um, hvat hendir á ólavsøku, hvat hendir í tollinum á flogvøllinum í Vágum, og hvat hendir undir eini >>andaligari samveru<< (ov fúlt at sitera). >>Framvegis uttan vit<< hevur verið á veg síðani í fjørsummar, og mánadagin var hon so í handlunum. Upptøkurnar vórðu gjørdar í West River Recordings í juli 1997, og ljóðblandað varð í Sun Studio í oktober av Jón McBirnie og dønunum Freddy Albrechtsen og Bjarne Hansen. Leo Poulsen Vibeke á tingsins røðarapalli Ríkisumboðsmaðurin, Vibeke Larsen, var fyri fyrstu ferð á tingsins røðarapalli í farnu viku, tá hon svaraði fyrispurningi frá Bjarna Djurholm Bjarni Djurholm vildi hava Vibeke Larsen at greiða frá, hvussu ríkisstjórnin tulkar heimastýrislógina, annaðhvørt tað var eftir avtaluteoriini ella eftir delegatiónsteoriini. Somuleiðis bað hann um grundgevingina fyri tulkingini. Í øðrum lagi spurdi Bjarni, hvønn ríkisstjórnin metir hava evsta vald yvir ráðevnunum í føroysku undirgrundini, heimastýrið ella ríkismyndugleikarnar. Í viðmerkingunum greiðir Bjarni Djurholm frá gongdini í málinum um yvirtøku av undirgrundini sum føroyskt sermál, og vísir á teir stóru trupulleikar, ið stóðust av hesum máli, til danska stjórnin knappliga í 1992 loysti upp fyri øllum og gav føroyingum undirgrundina rættiliga óvæntað. Til fyrra spurningin vísir Bjarni á, at danska stjórnin eftir øllum at døma tulkar heimastýrislógina eftir delegatiónsteoriini - ið hvussu er sum tað hevur víst seg síðani 1990. Delegatiónsteoriin gevur dønum rætt til at broyta heimastýrislógina einvegis. Hvussu við ráevnunum í undirgrundini Løgtingsmaðurin sigur í viðmerkingunum, at vanliga fatanin av heimastýrislógini hevur verið, at henda lóg tryggjar, at Føroyar eru ein sjálvstýrandi partur av ríkisfelagsskapinum í tráð við avtaluteoriina, sum sigur, at ongar broytingar kunnu gerast uttan við avtalu millum báðar partarnar. Bjarni Djurholm vísir á, at ein avgerandi spurningur, sum fer at stinga seg upp í næstum, er yvirvaldsrætturin til ráevnini í undirgrundini. Neyðugt verður í hesum sambandi at fáa greiði á, hvussu treytirnar, sum undanfarin landsstýri hava boygt seg fyri og hava skrivað undir, verða fataðar av donsku stjórnini. At enda í viðmerkingunum sigur Bjarni Djurholm, at hann tíðliga í fjør setti løgmanni sama spurning, men at svarið var sera stutt og lítið avdúkandi. Hetta er eisini orsøkin til, at hann nú roynir at fáa ríkisumboðsmannin at svara spurningunum, sum mugu hava stóran týdning fyri framtíðarsamstarvið millum Føroyar og Danmark. Fólkatingið hevur rættin Í svari sínum sigur Vibeke Larsen, at forsætismálaráðharrin higartil hevur verið av teirri áskoðan, at heimastýrislógin statsrættarliga kann verða broytt av Fólkatinginum sambært § 7. Samstundis hevur tó eingin ivi verið um, at lógin politiskt og moralskt verður roknað sum ein avtala millum Føroyar og Danmark, og eigur ikki einvegis at verða broytt uttan samtykt frá føroyska heimastýrinum. Vibeke Larsen sigur í svarinum, at forsætismálaráðið sær onga orsøk at halla seg til aðra av ávístu teoriunum, og at heimastýrislógin undir øllum umstøðum er ein serskilt lóg, sum eisini serliga byrjanin til lógina ger greitt. Tað verður tó enn einaferð undirstrikað, at lógin politiskt og moralskt verður mett sum ein avtala, ið ikki eigur at verða broytt einvegis av donsku stjórnini uttan tilmæli frá føroyskum myndugleikum. Bæði og Viðvíkjandi evsta valdi yvir ráevnunum í føroysku undirgrundini er svarið eitt sindur tvískilt. Sambært avtaluni frá 22. desember 1992 millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið yvirtóku føroyingar umráðið ráevni í undirgrundini sum sermál. Hetta merkir yvirtøka av lóggevandi og umsitingarliga valdinum við harav standandi útreiðslum. Samstundis verður víst á, at við avtaluni er semja um, at yvirtøkan ikki umfatar nakrar partar av donsku undirgrundini, sum eftir donskum rættarprinsippum ikki kunnu yvirtakast av einstøkum pørtum av ríkinum, fólkinum har ella einum heimastýrismyndugleika. Út frá hesum kann sigast, at føroyingar hava yvirtikið lóggevandi og umsitingarliga valdið av undirgrundini, men ikki undirgrundina sjálva. Tískil finst ein annar spurningur, sum Finnbogi Ísakson eisini var ikki á í orðaskiftinum eftir at ríkisumboðið hevði svarað spurningunum, og tað er, hvør so eigur inntøkurnar av eini møguligari vinnu eftir ráevnum í undirgrundini. Kanska føroyingar kortini Í umrøðu síni vísti Finnbogi á eina avtalu um, hvussu ein møguligur vinningum av útvinnan av ráevnum í undirgrundini skuldi nýtast. Í teirri avtaluni verður víst á, at hesin peningur kanska kann nýtast til at endurskoða støddina av blokkinum, ella til at gjalda aftur skuld hjá føroyska landskassanum til danska statskassan. Út frá hesum ber til at gera ta niðurstøðu, at eisini donsku myndugleikarnir meta møguligan oljupening at vera føroyska ogn. Sum Finnbogi segði, er tað lítil meining í, um danir við oljupengunum gjalda sær sjálvum aftur av føroyskari skuld, ella nýta egnan oljupening til at minka um blokkin. So helst verða tað føroyingar, sum fáa ágóðan av einari møguligari oljuvinnu í føroysku undirgrundini - um hon væl at merkja er føroysk. Bjarni Djurholm, sum eyðvitað ikki var nøgdur við svarið frá løgmanni í fjør vár, segði í stuttari viðmerking, at svarið frá Vibeke Larsen var nøktandi, og at hann sostatt var nøgdur við tað. Tiltøk Møtir, fundir o.a. KFUM & KFUK Í kvøld kl. 19.30 í KFUK: Almennur bíbliufundur v/ Kjartan Mørkøre, sóknarpresti. Fríggjakvøldið opið hús í KFUM: Kl. 19-21 undir 13 ár. Kl. 19-01: Yvir 13 ár. Leygardagin kl. 19 í KFUM: Varðmenn koma saman. Samkoman Immanuel Fríggjakvøldið kl. 20: Kongsins Herlið, 8 ár og eldri eru vælkomin. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Fríðtór Debes talar. Biðið verður fyri sjúkum. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin, Tórshavn Í kvøld kl. 20: Heimaforbundið. Allar kvinnur kunnu vera við. Fríggjakvøldið kl. 20: Bønarmøti. Fríggjakvøldið kl. 21: Ungdómsmøti. Kvívík Møti verður í Glæmuni sunnukvøldið kl. 19. Regin og Hella Olsen tala. Magni, Brandur og Havstein syngja og spæla. Frá Lívsins Orð Leygardagin kl. 17 verður barnamøti. Sunnudagin kl. 17 verður møti. Meinigheitshúsið í Vági Vikuskiftismøtir við Niels Jacob Nielsen og Regin Høgnesen verða frá hóskv. 22. jan. til sunnukv. 25. jan. Møtini eru kl. 20.00, tó sunnukvøldið kl. 18.00 Øll eru hjartaliga vælkomin. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Felagið Tórshavn: GONGUTÚRUR Sunnudagin 25. januar verður gongutúrur av Sundshálsi til Velbastaðháls. Farið verður frá Kunningarstovuni kl. 13. Havið góð og heit gonguklæði og kaffi við. Gingið verður umleið 3 tímar. Tilmelding. Losjan í Havn Fríggjadagin kl. 15 hittast tilkomin og eldri til hugna. Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir byrja aftur týsdagin 13. jan. kl. 17.30 og eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjar skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjar aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld.. Fríggjakvøldið 23. januar: Kafékvøld kl. 21-24. Bólkurin >>Í essinum<< v/ Heðin D. Ziska (guitar), Christian Blak (klaver) og Mikael Blak (brass). Leygardagin 24. jan.: >>Í essinum<< spælir á eini konsert í Humlebæk. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Ivasamt um Sepp Blatter stillar upp til FIFA-valið Fótbóltur: UEFA-bossurin Sviin Lennart Johansson er favorittur til sessin sum FIFA-forseti, men FIFA-aðalskrivarin Sepp Blatter hevur enn ikki kunngjørt, um hann stillar upp Aðalskrivarin í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA, Joseph Blatter, letur framvegis fótbóltsheimin vera í iva um hansara ætlanir í sambandi við forsetaembætið í FIFA. Leygardagin sendi europeiska fótbóltssamgongan UEFA eitt skriv til Blatter, har hann fekk tíggju dagar til at stilla upp ella >>halda seg burtur<<, sum varaforsetin í UEFA Egidius Braun málbar seg. Europeiska fótbóltssamgongan hevur longu gjørt greitt, at hon stuðlar sínum egna valevni - svenska UEFA-forsetan Lennart Johansson - í stríðnum um at taka við eftir brasilska Joao Havelange, sum í juni fer frá eftir at hava sitið 24 ár við róðrið. Men 82 ára gamli Havelange heldur ikki nógv um Lennart Johansson, og valdmikli FIFA-forsetin hevur eisini longu heitt á Blatter um at stilla upp. Seinasta almenna freist at stilla upp til valið sum forseti í FIFA er 7. apríl. Tað er eingin loyna, at tað fyri føroyingar hevði verið frægast, um Johansson fær starvið. Menn sum Franz Beckenbauer - sum nú hevur kunngjørt, at hann ikki ætlar sær at gerast FIFA-forseti - hevur talað harðliga ímóti at hava smátjóðirnar við í teimum stóru altjóða fótbóltskappingunum. Hvussu støðan hjá Blatter er í hesum spurninginum, er ikki heilt greitt, men tað er heilt vist, at Lennart Johansson stuðlar teimum smærru londunum og vil hava tey við >>millum tey stóru<<. Dartkapping í Vestmanna fyri fyrstu ferð Dart: Næstseinasta vikuskiftið var dartkapping í Vestmanna fyri fyrstu ferð nakrantíð Næstseinasta vikuskiftið skipaði Íkast, sum er dartfelagið hjá vestmenningum, fyri dartkapping í ítróttarhøllini í Vestmanna. Hetta var fyrstu ferð, at skipað varð fyri eini tílíkari kapping í Vestmanna. Leygardagin 10. januar varð kappast í tvímansleiki, har 12 pør luttóku. Í finaluni spældu Henrik Petersen og Polly Poulsen úr Havnar Dartfelag móti Janusi Jensen og Peturi Djurhuus úr Íkast. Dartstøðið í finaluni var miðalgott, og spenningurin treyt ikki. Liðini fylgdust til síðsta og avgerandi settið, sum Henrik og Polly vunnu, og sostatt vunnu havnarmenninir kappingina í tvímansleiki. Trýarar gjørdust Petur Grønagarð og Henning Thomsen úr Havnar Dartfelag og Regin Enghamar og Elias Mikkelsen úr Havnar Róðrarfelag Dart. Dagin eftir var tað so einmansleikurin, ið stóð á skránni. 34 dartspælarar vóru við í hesi kappingini. Jens Albert Simonsen úr Vága Dartfelag vann í finaluni á Janusi Jacobsen úr Klaksvíkar Dartfelag. Henning Thomsen úr Argja Dartfelag og Jens Petur Poulsen úr Havnar Dartfelag gjørdust trýarar í einmansleikinum. Kappingin, sum var tann fyrsta í Vestmanna, eydnaðist væl, og luttakararnir vóru eisini nøgdir við umstøðurnar og tilrættisleggjanina av kappingini. Eisini vóru fleiri áskoðarar enn vanligt er til slíkar kappingar. Dartfelagið í Vestmanna vil fegið takka luttakarum, áskoðarum og teimum, sum hjálptu til og gjørdu sítt til, at kappingin varð avgreidd uttan trupulleikar, umframt kommununi í Vestmanna fyri, at ítróttarhøllin var til taks uttan at kosta nakað. Og sponsorarnir Føroya Sparikassi í Vestmanna, Vest Pack, Vestlax, Shellstøðin í Vestmanna, Føroya Banki í Vestmanna og handilin hjá Palla Lamhauge fáa eina serliga tøkk fyri fíggjarligan stuðul. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Birgir Danielsen. - Vit høvdu ikki álit á politikarunum Politikararnir í 70'unum og 80'unum førdu ein >>øran<< fíggjarpolitikk. Tí var tað torført hjá bankaheiminum at sleppa teimum inn í bankaheimin, sigur Birgir Danielsen, fyrrverandi foramður í Sjóvinnubankanum, sum viðgongur, at hann var ein teirr, ið mótarbeiddi ætlanunum at seta á stovn Landsbankan. - Hann hevði einki hjálp um støðuna, sigur hann Politikararnir megnaðu ikki at standa fyri fíggjarpolitikkinum, heldur Birgir Danielsen - Um Landsbankin varð komin at virka, áðrenn hann fór í gongd í 1988, hevði ikki broytt um støðuna, sum bankarnir og samfelagið kom út í. Hetta sigur Birgir Danielsen, fyrrverandi nevndarformaður í Sjóvinnubankanum, Fiskasølustjóri og løgtingsmaður í viðmerking til tað, sum Atli Dam, fyrrverandi løgmaður førdi fram í Sosialinum í gjár. Atli Dam vísti á, at ein av grundunum til núverandi støðuna var, at vit í Føroyum hava verið ov illa fyri við almennari fíggjarstýring. Embætisverkið var ikki nóg væl útbygt. Hann segði eisini, at høvdu føroyskir politikarar kunnað verið samdir um føroyskan landsbanka fyri nógvum árum síðani, so kundi kanska verið øðrvísi. Kundu ikki standa móti øra politikkinum Men hesum er Birgir Danielsen als ikki samdur í. Hann gevur Atla Dam rætt í, at kreftir vóru, sum mótarbeiddu Landsbankanum. - Men orsøkin var tann galskapur, sum fór fram í 70'unum og í 80'unum - serliga í seinnu helvt av 80'unum, sigur Birgir Danielsen. - Vit søgdu Landsstýrinum frá hesum fleiri ferðir - so ein landsbanki hevði als ikki hjálpt upp á hetta. - Men hevði tað kortini ikki verið rætt at bygt út Landsbankan til tað hann er í dag, eitt sindur fyrr? - Hatta er ein hypotetiskur spurningur - hatta havi eg onga meining um, sigur Birgir Danielsen, og hann leggur afturat, at eingin kundi standa ímóti førda fíggjarpolitikkinum, sum hann kallar øran. Vildu ikki sleppa øra politikkinum í bankan Birgir Danielsen viðgongur, at føroyski bankaheimurin als ikki hevði álit á føroysku politikarunum. - Vit teirri bakgrund (førda fíggjarpolitikkinum hjá landsstýrunum í 70'unum og 80'unum), var tað ógvuliga torført at lata politiska myndugleikan koma inn á pengamarknaðin. - Tú meinar, at politikararnir høvdu ikki verið førir fyri at staðið fyri hesum? - Nei, tað hvødu teir ikki, svarar Birgir Danielsen avgjørdur, sum leggur afturat, at júst hetta var orsøkin til mótstøðuna móti Landsbankanum. - Vil tað siga, at bankarnir ikki høvdu álit á politikarunum, sum tó vóru? - Nei, tað høvdu vit so avgjørt ikki. Tað orðaskiftið, sum tá fór fram, prógvar hetta fullgott, sigur Birgir Danielsen. Birgir Danielsen vil kortini ikki siga, at bankarnir betur vóru førir fyri at standa fyri fíggjarpolitikkinum, men bankarnir høvdu ikki hug til, at sleppa tí villa fíggjarpolitikkinum, sum politikararnir førdu, inn í pengaheimin eisini. Gott samstarv við Fíggjareftirlitið Bankarnir høvdu tá gott samstarv við Fíggjareftirlitið, og Birgir Danielsen vísir eisini frágreiðingini frá Ráðgevandi nevnd forsætisráðharrans, sum ár um ár var ógvuliga kritisk mótvegis tí politikki, sum varð førdur á vínnulívsøkinum og á íløguøkinum. Atli Dam hevur fleiri ferðir ført fram, at Ráðgevandi nevndin ongantíð vildi tosa við landsstýrið um Fiskasøluna og bankarnar. Birgir Danielsen sigur, at hetta eisini framgongur í tí, sum Ejgil Mølgaard sigur við bankakanningarnevndina. Har sigur hann, at hann í hesum einki hevði at tosa við Landsstýrið um. Uppfatanin hjá honum var, at eftirlit við pengastovnum var danskt mál. - Hetta var hansara uppfatan, hóast ein onnur søk er, um hetta var rætt ella ikki, sigur Birgir Danielsen. Langt úti Birgir Danielsen viðgongur, at hóast samstarvið við Fíggjareftirlitið var framúr gott, so fór tað at halta, tá komið varð upp í 90'ini. - Vit vistu einki um, at Fíggjareftirlitið kunnaði Føroya Banka um støðuna í Sjóvinnubankanum. Eg visti ikki, at Ejgil Mølgaard fór úr Sjóvinnubankanum og oman í Føroya Banka at siga teimum støðuna hjá okkum, fyrr enn eg læs tað í frágreiðingini, sigur Birgir Danielsen, sum ikki hevur orð fyri, hvussu langt út hetta er. - Tað sæst jú í frágreiðingini, hvussu hvassliga kanningarnevndin metir hetta, hóast hon vísir á, at hon ikki skal taka støðu til, um hann hevur hildið seg til tagnarskyldu ella ikki, sigur Birgir Danielsen. - Eg fati ikki, hví Ejgil Mølgaard ger hetta, sigur Birgir Danielsen. Valdi politikararolluna Birgir Danielsen viðgongur, at hann sjálvandi kendi støðuna hjá Sjóvinnubankanum, men at hann sjálvandi helt tagnarskylduna, og ikki fekk brúkt vitanina í sínum politiska arbeiði. - Hetta var sjálvandi ein óbehagilig støða at vera í. - Tú valdi so tína rollu sum bankanevndarformaður fram um rolluna sum politikari? - Ja, tað er klárt. Tað var eg noyddur til, sigur Birgir Danielsen. Ikki roknað við so hvassari niðurstøðu Birgir Danielsen er nøgdur við úrslitið av bankakanningini. Hann sigur, at hann hevði væntað, at úrslitið fór at verða til okkara fyrimun, men hann hevði tó ikki roknað við, at tað fór at verða so hvast ímóti Den Danske Bank og ímóti embætismonnum. - Eg hevði roknað við, at støðutakanin fór at verða eitt sindur bleytari, sigur hann. Birgir Danielsen heldur, at alt hetta átti at styrkt um støðuna hjá føroyingum. - Vit eru als ikki kunnað um nakað sum helst. Sokallaði Føroyabólkurin hevur sitið og arbeitt við einum klárt defineraðum arbeiðssetningi: At skapa eina kreppu í Føroym fyri at fáa okkum at skilja. Maka til frekleika..., sigur Birgir Danielsen. Hann leggur afturat, at tað er týðuligt, at hesir menn ikki hava hildið nógv um okkum. - Fíggjareftirlitið hevur eisini havt ein ov aktivan lut í Føroyabólkinum. Teir áttu at verið meira neutralir. Skulu vit peika eftir embætismonnum, so haldi eg at Ejgil Mølgaard og Petur Sylvest Larsen ikki eru serliga væl fyri, tí teir hava tikið fleiri stig, teir ikki áttu at tikið, sigur hann. Tosa vinarliga saman - Hvat skal nú gerast - eiga vit at stevna nøkrum? - Nei, tað er ikki rætt at stevna, sigur Birgir Danielsen. - Hvørjum skulu vit stevna, og hvat skulu vit stevna fyri, spyr hann. Hann heldur, at er nakar, sum kann stevna, so er tað Fíggingargrunnurin, sum kann stevna Den Danske Bank. - Men tað verður ringt at prógva, at Richar Mikkelsen einki visti, sigur Birgir Danielsen, sum vísir á tað, sum fram er komið um, at Richard Mikkelsen bara ornaði alt einsamallur. Birgir Danielsen væntar ikki at nakrir pengar verða at vinna í slíkari stevning. Vit brúkt pengarnar Hinvegin heldur hann, at rættast er at fara undir vinarligar politiskar samráðingar við danir. - Men skulu vit krevja allar pengarnar aftur frá dønum? - Nei, tað kunnu vit ikki. Atli Dam nevnir eitt tríbýti av skuldini. Tað ljóðar sum eitt skilagott útgangsstøði, heldur Birgir Danielsen, sum vísir á, at tað hóast alt eru vit, sum brúkt hava pengarnar. - Hvat heldur tú so um uppskotið hjá løgmanni um, at danir skulu gjalda alt, tí pengamál eru danst mál? - Nei, hasum skilji eg púra einki av. Væl eru pengamálini donsk mál, men tað eru vit, sum hava brúkt pengarnar, og tað eru vit, sum skylda pengar til danska statin. Vit kunnu ikki soleiðis nú koma og siga, at vit onga ábyrgd hava av teimum pengum, sum vit hava brúkt!, leggur Birgir Danielsen dent á. - Tað er fullkomiliga undirornað, um pengarnir eru danskir ella kinesiskir - vit hava brúkt teir, og tí kunnu vit ikki leypa frá, sigur hann. Hann vísir tó á, at vit kunnu fáa okkurt burtur úr tí klossuta mátanum, sum danir so hava viðgjørt málið upp á, og tí heldur hann, at uppskotið hjá Atla Dam er eitt skilagott útgangsstøði. - Men eg dugi ikki at siga, hvørjar upphæddir, vit kunnu tosa um, men hetta eiga vit nú at fyrireika okkum væl uppá, og vænti eg, at tað verður uppgávan hjá serfrøðingabólkinum sum løgtingið fer at seta, og sum løgmaður hevur sett. - Tað, sum hevur týdning er, at vit eru væl fyrireikað, væl motiverað og professiónel. Og at vit eru samd, sigur hann. Meira sjálvstýri Birgir Danielsen heldur ikki, at heimastýrisskipanin nú kann halda fram. - Tað er klárt, at heimastýrislógin má endurskoðast. At vit nú fara at kjakast um grundhugsanina í heimastýrislógini, tað hoyrir ongastaðni heima - tað átti at verið gjørt fyri 50 árum síðani. Nú eiga vit at syrgja fyri at fáa hesi viðurskifti í trygga rammu og arbeiða út frá tí. Birgir Danielsen ivast ikki í, at vit eiga at fáa meira sjálvstýri, men hann leggur dent á, hvussu stóran týdning tað hevur, at hetta ikki verður gjørt frá degi til dags, men at tingini verða væl fyrireikað. - Talan má verða um eina menningartilgongd yvir fleiri ár, og í hesum sambandi kann eg ikki lata vera við at hugsa um íslendingar. Teir byrjaðu í 1874, tóku næsta stigið í 1918 og við endursamráðingum 25 ár seinni tóku teir loysing í 1944. - Munurin millum íslendingar og føroyingar hevur tó altíð verið, at teir hava verið samdir, sigur Birgir Danielsen. Eilif Samuelsen og tað >>forsvarliga<< Tað er løgið og ábyrgdarleyst, at landsstýrismaðurin í Undirvísingarmálum ikki dugir at loysa hetta einfalda, men tó álvarsliga mál, sum bara snýr seg um 3-400 túsund krónur. Hvussu grundgevur Eilif, at hann vil hækka næmingatalið? Landsstýrismaðurin í Undirvísingarmálum hevur í seinastuni sagt nógv ymiskt, og hann mótsigur sær sjálvum, so ringt er at vita, hvat hann meinar við: 1.Yrkisfelagið hevur onga avtalu um, at hægst 24 næmingar skulu vera í hvørjum studentaskúlaflokki. 2. Um Yrkisfelagið kortini hevur eina avtalu, so hevur tað kortini onga avtalu (um at farast kann bara upp um 24 aftan á samráðingar), tí >>í samráði við<< vil bara siga, at Yrkisfelagið hevur rætt til at verða hoyrt. 3. Um >>samráðingar<< kortini leggja upp til semju, hevur Yrkisfelagið sjálvt brotið avtaluna, við at samtykkja á aðalfundi, at samráðast kann ikki um at fara upp um 24 næmingar. 4. Yrkisfelagið hevur vitað um samanleggingina leingi, og lærararnir í Kambsdali hava fingið boð um at lesa sama pensum í báðum flokkum. 5. Tað er samfelagsliga >>óforsvarligt<< at hava flokkar við bara 14 næmingum í, vit skulu sum í Danmark hava upp til 28 næmingar í flokkunum. 6. Tað er >>eindømi<<, at vit skulu hava 28 næmingar í einum flokki í Kambsdali, og verkfallið hjá Yrkisfelagnum er ólógligt; lærararnir hava tikið næmingarnar sum gíslar, og fakfelagið er farið undir terrorvirksemi. Viðvíkjandi 1: Eilif pástendur, at avtalan (um hægst 24 næmingar í flokkunum), sum varð gjørd millum Landsskúlafyrisitingina og Yrkisfelagið í sambandi við, at lærararnir skuldu halda eina viku frí uttan løn í 92, er uppsøgd av Yrkisfelagnum í sambandi við sáttmálasamráðingarnar í 97. 1/5 97 skrivaði >>LØNARDEILDIN<< (Tummas Magnussen) til Yrkisfelagið m.a., at: >>Hervið verður váttað, at sáttmálin við tilhoyrandi avtalum, kutymum o.a. heldur áfram óbroyttur...<< Hartil svaraði Yrkisfelagið m.a. tann 9/5-97: >>Einki annað er avtalað, t.v.s. viðvíkjandi: >>tilhoyrandi avtalur, kutymur osfr.<< eru vit púra frítt stillaðir. Annars er at viðmerkja, at vit - okkum vitandi - hava ongar aðrar avtalur enn sáttmálan.<< Vit hava nógvar avtalur við Landsskúlafyrisitingina um undirvísingarviðurskifti - próvtøku, próvdøming, frídagar, feriu, pedagogikum, kunngerðartulkingar - og eisini t.d. avtalu um, at vanligvís kunnu ikki vera fleiri enn 24 næmingar í einum flokki. - Hinvegin helt formaður okkara, Snorri Fjalsbak, ikki, at vit høvdu aðrar avtalur við Lønardeildina enn sáttmálan, og seinasti setningurin hjá Snorra má skiljast sum ein spurningur: Hvat fyri aðrar avtalur enn sáttmálan hugsar Lønardeildin um? Har er so onki svar komið frá Lønardeildini, men nú roynir Eilif at nýta hetta til at siga, at vit hava sagt avtaluna upp (sjálvt um tað at vera >>frítt stillaðir<< hægst kann merkja, at forhandlast má av nýggjum). Eilif sigur, at tað er jú sami >>myndugleiki<<. Ja, tað er spurningurin. Lønardeildin hoyrir ikki bara undir Undirvísingarmálaráðharran, og ein lærari fer ikki hagar, um hann er ónøgdur við at skula vera próvdómari 5 ferðir; - har fóru vit til ein >>myndugleika<<, sum æt Landsskúlafyrisitingin. Lønardeildin hevur ikki sagt nakra avtalu upp. Vit hava ikki gjørt nýggjar avtalur um næmingatal, og allir myndugleikar og YF hava handlað sum um, avtalan var í gildi. So avtalan er sjálvandi enn í gildi. 2. Fleiri hava longu roynt at forklára Eilifi, at >>samráðingar<< ikki merkja, at lærararnir bara verða >>hoyrdir<<, men at semja skal vera. Tað passar ikki, sum Eilif vil vera við, at har varð diskussión um merkingina av orðinum, tá avtalan varð gjørd. Men har varð ein long diskussión um innihaldið, tí longu tá hevði landsstýrið ætlanir um at hækka næmingatalið í hvørjum flokki. Tað var júst tí, vit løgdu dent á ikki bara at hava siðvenju (sum mær vitandi altíð var hægst 24 í studentaskúlanum), men eisini eina skrivliga avtalu. Annars høvdu vit ikki tikið við fríviku uttan løn, tá á sinni. 3. Tvætl. Aðalfundurin samtykti, at vit skulu verja hesa avtaluna, tí vit skiltu, at Landsstýrið ætlaði at bróta hana. Vit hava altíð veri og eru enn sinnað av og á at gera semju um at fara upp um 24 í byrjanini av einum skúlaári, um serlig viðurskifti gera seg galdandi, t.d. um AFS-næmingur kemur heimaftur. 4. Yrkisfelagið hevur vitað um ætlanirnar hjá landsstýrinum um at leggja flokkarnar saman, men felagið varð fyrst boðið til samráðingar 16. desember. Hetta er við viðurkenning av, at vit eiga eina avtalu, hóast fundarboðini komu alt ov seint. Vit høvdu neyvan verið í verk-falli nú, um Eilif hevði tikið upp samráðingar við Yrkisfelagið longu tá ætlanin um at leggja sama varð gjørd. At Landsskúlafyrisitingin visti um vandan, framgongur av brævi frá Rektaranum á Kambsdali til Landsskúlafyrisitingina (John Rajani) 26/8-97: >>Gangi út frá, tú hevur sett teg inn í heimildir fyri samanlegging og eisini møguligum forðingum, - eg hugsi ikki so nógv um YF-trupulleikar - men kanska skal grein 12, serliga stk. 5 í kunngerðini havast í huga<<. Tá Eilif ikki boðaði okkum til fundar í góðari tíð, var tað ivaleyst fyri at seta okkum knívin á barkan til jóla. At hann longu í august 97 visti av, at hann eisini fór at bróta sína egnu kunngerð, grein 12, virkar heilt óskiljandi. YF gekk sjálvandi út frá, at ein samanlegging kann bara koma upp á tal, um næmingatalið lækkaði til 24, men hetta var óhugsandi at rokna við í hesum førinum, tá 31 næmingar byrjaðu. So nógv sum fjórðingurin av næmingunum plaga ikki at gevast fyrsta hálvárið. Flokkar verða sjáldan lagdir saman, men tað er ongantíð hent, at meira enn 24 vóru í samanlagda flokkinum, og tað er ongantíð hent mitt í einum skúlaári. Men um næmingatalið bara hevði verið 24, høvdu vit kunnað livað við tí, sjálvt um tað er keðiligt at skula uppgeva >>hálvt<< árspensum í nógvum fakum. Lærararnir hava fingið boð um at lesa sama pensum. Landsskúlafyrisitingin (John Rajani) skrivar 27/8 1997: >>Havi tosað við Sámal og sagt at hann skal geva lærarum boð um at lesa sama pensum<<, eftir at Sámal í Skorini hevði spurt, um tað var meiningin. Men her hava Eilif, John og Sámal misskilt, hvussu undirvísing fer fram. Tað ber nevniliga ikki til at geva lærarum >>boð<< um, hvat teir skulu lesa. Vit hava (sbr. kunngerðirnar) undirvísingarfrælsi, og oftani skulu ella kunnu vit lata næmingarnar vera við til at avgera, hvat skal keypast og lesast. Tað hevði t.d. verið oyðileggjandi, um ein danskt- ella føroysktlærari kom inn í ein flokk og segði, at næmingar vóru noyddir til at lesa hetta høvuðsverk og hesa grundbók, tí tað gjørdi parallelflokkurin. Merkiligt, at Sámal hevur gloymt at ávara Landsskúlafyrisitingina um hetta. 1. G'ararnir hava tí sostatt ikki lisið sama pensum í øllum fakum. 5. Eg havi í løtuni ein 3. G við bara 13 næmingum í, og eg havi fleiri ferðir havt so smáar flokkar, t.d. sum valhold. Eg kann bara royna at sissa Eilif: Onki >>óforsvarligt<< fer fram í hesum flokkum, tvørtur ímóti er tað nógv meira >>forsvarligt<< at hava 14 næmingar enn at hava 24 - fyri ikki at siga 28 - næmingar í flokkinum. Man hevur tíð til tann einstaka næmingin, øll kunnu tosa eitt sindur í munn uttan at óforsvarligt kaos verður. Allir lærarar vita at næmingarnir í einum lítlum flokki læra meiri, og tey fáa betri karakterir og gerast meiri sjálvstøðugir, enn næmingar í einum stórum flokki, har undirvísingin má verða meiri fyrilestrarkend og ópersonlig. Vit vilja ikki hava >>donsk<< viðurskifti á hesum øki, sum helst er tað einasta, har vit hava betri umstøður enn danir; - Vit fáa minni løn, - hava longri arbeiðstíð um vikuna, - skulu yvirtala næmingar at keypa bøkur, tá vit eingi flokssett hava at taka til, - hava verri eftirútbúgvingarmøguleikar, og hava verri hølisviðurskifti. Næmingarnir hava eisini fleiri tímar um vikuna enn danskir næmingar, teir fáa minni studning og skulu sostatt samstundis arbeiða meira fyri at keypa bøkur, para upp til lestrarferðir osfr. Av og á verða tey sjálvandi móð og óuppløgd, og tá er nógv lættari at royna at undirvísa, motivera og stimbra 14 enn 28 næmingar. 28 er óforsvarligt. 6. Tað er øgiliga hugstoytt, at ein - annars fólkaligur og hóvligur - landsstýrismaður kann finna uppá at kalla okkum og okkara fakfelag >>terroristar<<, man skuldi trúð, at hann ikki visti, hvat orðið merkir? Eilif hevur helst onga hóming av, at fakfelagsrørslur hava verið við til at uppbyggja tað vælferðarsamfelag, sum vit liva í? Yrkisfelagið tekur tað í álvara at verja miðnámsútbúgvingarnar ímóti óseriøsum sparitiltøkum, og tí verða vit skýrd terroristar! Er verkfallið hjá okkum ólógligt? Eg haldi, at vit hava ein sáttmála við nógvum tilhoyrandi avtalum (gjørdar við Landsskúlafyrisitingina), sum Landsstýrið hevur brotið. Landsstýrið hevur gjørt sáttmálabrot, og so er verkfallið hjá okkum ikki >>ólógligt<<. Hinvegin er tað ólógligt hjá arbeiðsgevaranum ikki at fylgja avtalum og kunngerðum... Hóast hetta, hevði eg ikki sagt, at arbeiðsgevarin er kriminellur, tí vit tosa bara um >>ólógligheit<< í sambandi við sáttmálaviðurskifti, ikki í sambandi við sivila rættin. Vit hava soleiðis heldur ikki tikið gíslar, - vit kundu t.d. ikki funnið uppá at sperra 28 verjuleysar næmingar inni í einum lítlum flokshøli. Í yvirførdum týdningi eru næmingarnir >>gíslar<<, men tað er jú Eilif, sum hevur funnið uppá, at 28 >>gíslar<< inni í Kambsdali skulu takast. Hetta skuldi verða >>eindømi<<, hann hevur onga aðra ætlan um >>gíslatøku<<. Hetta skilja vit ikki: Hví hevur Eilif nakað serligt ímóti 1.S-matematikarunum á Kambsdali árini 97-98? Hetta er rein diskriminatión - ella sigur hann ikki sannleikan?! Kanska ætlar hann sær, um >>gíslatøkan<< á Kambsdali gongur væl, at royna seg onkra aðra staðni seinni? Annars gevur tað í hvussu er onga meining. Tað snýr seg jú bara um trý-fýra hundrað túsund krónur hvørt hálvár, og ongin veit, hvussu støðan er í summar. Líka mikið um hetta er diskriminatión ímóti Studentaskúlanum í Eysturoy ella partur av eini størri ætlan um, at har eiga at vera 28 næmingar í øllum flokkum, eru vit ímóti. Eilif Samuelsen plagdi at virka eitt sindur meira seriøsur, minni sensatiónshungrandi og lættisoppakendur enn so nógvir aðrir føroyskir politikarar (ongin nevndur, ongin gloymdur). Í hesum máli hevur hann hinvegin lopið framav og ikki viljað viðurkent feilirnar, hann hevur gjørt. Tað einasta, hann hevur víst, er treiskni. Vit eru eisini treiskir, men í mun til Eilif eiga vit eina góða sak at kempa fyri, og vit fara at halda fram, til vit hava vunnið: til frama fyri núverandi og komandi næmingum og lærarum á studentaskúlum og HF-skeiðum kring landið. YF-limur Kaj Alstrup Skúlabannið Tað kemur øllum studentaskúlanæmingum í landinum sera illa við, at teir, nú teirra síðsta ár er meira enn hálvrunnið, rena seg í slíkar undirvísingartrupulleikar. Ringan smakk man tað geva avvarðandi skúlamyndugleikum, nú um jóltíðir, at vakna við kaldan dreym og verða kunnaðir um, at ov fáir pengar eru avsettir til læraralønir. Nú eftir jólafrítíðina hevur tøgn verið millum ymsar bólkar hesum máli viðvíkjandi, og tað harmiligasta av øllum er, at hægsti skúlamyndugleiki okkara vísir seg ikki at megna at greiða hesa uppgávu til lítar, hetta 3. G næmingum til miklan ampa. Áheitan okkara til tykkum næmingar og avvarðandi, ið eru tikin gíslar í hesum máli er hendan: Løgtingsval stendur fyri durum, so her er sera góður møguleiki at gera tykkum galdandi. Heitið á hinar flokkarnar á tingi um hjálp, og tann av flokkunum, ið greiðir hetta mál og fær tykkum aftur á skúlabonk, skal fáa góða samsýning - so góða sum sjáldan áður, tí atkvøðurnar verða nógvar í tali, tá næmingar, systkin, foreldur, ommur og abbar og onnur avvarðandi saman við lærarafólkum, sum jú øll somul væl duga at síggja órættvísu viðferð tykkara, eisini eru við í hesi atkvøðusamsýning til hin hjálpandi flokkin á tingi. Vónandi fáa tit allir í 3. G húgvurnar í summar og harvið møguleika til víðari útbúgving, hóast henda núverandi sera vánaliga skúlapolitikk landsins. Bundin er bókleysur maður. Foreldur at næmingi Formaðurin í Búskaparráðnum stúrir: Tað kann skjótt enda galið aftur í Føroyum ­ Eg haldi ikki, at polikararnir kenna orðið varsemi Tí tað mest syndarliga er, at vit gera beint øvugt av tí, vit áttu at gjørt: Vit fiska alt, vit orka - og vit brúka hvørt oyra. ­ Á fíggjarlógini í ár skuldu 150 -300 milliónir verið settar til viks at havt at staðið ímóti við. ­ Tað er nú meiri enn eitt ár síðani, at fiskifrøðingar og búskaparfrøðingar aftur fóru at blása í ávaringarlúðrarnar um gongdina í føroyska samfelagnum. Og síðani eru lúðraljóðini bara harðnað og harðnað. Ein av teimum, sum av álvara stúrir fyri gongdini er formaðurin í Búskaparráðnum, Bjarni Olsen. Hann sigur, at hesin óttin fyri tí førda politikikkinum kom til sjóndar í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum seinasta summar. ­ Men tíverri vísir tað seg, at støðan er onki broytt, segði hann í samrøðu við Sosialin í gjár. ­ Jú, tað gongur væl í løtuni. Men trupulleikin er, at vit partvís hava eina stóra uttanlandsskuld. Og partvís, at tað er stór óvissa um tann góði fiskiskapurin, sum er í løtuni, fer at halda sær. Tíverri brúka politikararnir hvørt oyra ­ Men tað mest syndarliga er, at politikararnir brúka hvørt oyra, landskassin fær í inntøkum, heldur enn at leggja pengar til viks, so okkurt er at standa ímóti við, um tað verður veruleiki, sum vit óttast fyri. Formaðurin í Búskaparráðnum sigur, at í fiskivinnupolitikkinum er hugsanin tann, at vi altíð skulu fiska so nógv, sum vit orka. ­ Onkur eiti av avmarkingum eru settar í verk, men øll eru samd um, at talan er í veruleikanum ikki um nakrar avmarkingar. ­ Tíverri er tað vanlig hugsan nógvastaðni, at vit eiga altíð at fiska tað, sum kann fiskast. ­ Men skal hetta vera almenni politikkurin, so áttu politikarar í minsta lagi at syrgt fyri, at pengar vórðu lagdir til viks tey góðu árini, so vit høvdu havt okkurt at staðið ímóti við tey vánaligu fiskiárini. ­ Men tað mest syndarliga og katastrofala er, at tað gera teir ikki. Tí samstundis sum tað er áskoðanin, at vit skulu fiska, so nógv sum gjørligt, er tað tíverri eisini áskoðanin, at hvørt oyra skal brúkast beinanvegin. ­ Gongdin í samfelagnum og gongdin í fiskiskapinum hanga neyvt saman. ­ Og skulu vit altíð fiska tað, vit kunnu, slepst ikki undan ógvuliga ójøvnum fiskiskapi. Og tað slepst heldur ikki undan, at tann ójavni fiskiskapurin førir til ójavnar inntøkur hjá landskassanum. Bjarni Olsen sigur, at trúgva politikarar ikki uppá, at tað ber til at útjavna fiskiskapin, so gongdin í samfelagnum verður stýrd tann vegin, so mugu teir taka avleiðingarnar av tí og seta pengar av tey góðu árini. ­ Men teir gera hvørki. ­ Fiskiskapurin verður ikki stýrdur og hvørt oyra verður brúkt, tí vit hugsa ikki ein dag fram í tíðina. ­ Tann politikkur, sum verður førdur í dag setir bara meiri ferð undir búskapin og skumpar undir hann tann vegin hann gongur. ­ Tað vil siga, at tær góðu tíðirnar verða betri, enn tær áttu at verið og kreppurnar verða djúpari, enn tær nýttust at verið. ­ Tað beina hevði verið at roynt at mótviga gongdini, so at kreppurnar ikki blivu so djúpar og tær góðu tíðirnar ikki ov mikið upphitaðar. Og tað kundi verið gjørt við at landskassin legði innundir seg tey góðu árini so nakað var at standa ímóti við kreppuárini Bjarni Olsen sigur, at uppá ein máta undrar hesin hugsunnarhátturin í fiskivinnuni seg. ­ Tí vit vita, at á sinni fingu onglendingar skyldina fyri at hava oytt fiskastovnarnar, og nú eru tað mong, sum geva trolarunum skyldina fyri at ^3grópa grunnaranr upp3. ­ Tað er væl ein ásannan av, at fyri fiskastovnarnar hevur tað stóran týdning hvussu nógv verður fiskað. ­ Men kortini vinnur tað sjónarmiðið á ongan hátt frama í tí førda politikkinum. Syndarligt at síggja Bjarni Olsen heldur, at tað er syndarligt at síggja, hvussu vit bera okkum at. ­ Vit hava havt tað so ómetaliga trupult hesi árini. ­ Og tað er syndarligt at síggja, vit ikki so frægt sum vísa tekin til at vera ansin aftaná hesi truplu árini. ­Men tað tykist ikki sum um orðið varsemi yvirhøvur er er til í orðatilfeinginum hjá teimum, sum ráða. Og tað er ræðuligt, leggur hann afturat. Hann sigur, at fíggjarlógin í ár er eitt talandi dømi um hetta. ­ Vit hava eitt sera gott ár. Men kortini er ikki eitt oyra til avlops. Er fíggjarlógin ov nógv merkt av, at tað er valár í ár? ­ Uttan iva hevur tað nógv at siga. Men teir politikarar, sum stýra, mugu eisini taka seg saman at stýra í einum valári. Hann vil ikki siga, at tað er nakað serligt øki á fíggjarlógini, hann hugsar um. ­ Men tað sæst sanniliga ikki á fíggjarlógini, at politikararnir hava sett sær sum mál at nú skal ordiligur samanhangur fáast í búskapin. Bjarni Olsen vil ikki siga nágreiniliga, hvussu nógv hann heldur, at fíggjarlógin í ár er ov høg. Men hann heldur í hvussu so er, at einar 50-100 milliónir áttu at lopið av til at havt at staðið ímóti einum svikaligum fiskiskapi, og eini møguligari niðurgongd við. Og afturat tí, áttu 100 - 200 milliónir at verðið settar av til avdráttir av lánum av uttanlandsskuldini. Áhugamálini stýra Formaðurin í Búskaparráðnum heldur, at vit sleppa ongantíð undan, at samfelagið er fult av áhugamálum. ­ Og øll hesi áhugamálini gera sítt at sleppa framat. ­ Men tær mugu ikki sleppa meiri framat enn so, enn at samanhangur skal vera í búskapinum fyri tað. ­ Men tað haldi eg ikki, at politikararnir klára at stýra serliga væl. Men skuldu øll hesi somu áhugamálini ikki havt eitt tann felags áhuga at búskapurin ikki varð avskeplaður? ­ Jú, men so enda vit aftur í gamla orðaskiftinum um vit hava landspolitikk í Føroum, ella um tað eru tey ymsu áhugamálini, sum veruliga stýra. Og tað er mest líkt til, at tað eru tey ymsu áhugamálini, sum stýra. Men eru politikarar ikki í teirri tvístøðu, at skal fiskiskapurin avmarkast, og fíggjarlógin skerjast, so fer tað at føra arbeiðsloysi við sær? ­ Jú, men avmarka vit okkum ikki nú, verður arbeiðsloysið so mikið størri seinni. ­ Vit sleppa ikki undan ymsum trupulleikum bara við at brúka pengar. Tað er í longdini, at pengarnir skulu vera til staðar. Henda stuttskydi politikkurin nyttar ikki nógv sigur Bjarni Olsen. Mugu hava eitt sterkt vinnulív Formaðurin í Búskaparráðnum sigur, at eftir hansara tykki er politikkurin eisini í alt ov lítlan mun bygdir á, at vit skulu hava eitt sterkt og effektivt vinnulív. ­ Summi halda kanska, at hetta ljóðar av arbeiðsloysi. ­ Men í veruleikanum er hetta tað einasta, sum í longdini kann halda arbeiðsloysinum frá okkum, nevniliga tað, at vit duga at framleiða í kapping við onnur og at vinnan gevur eitt avkast, so hon kann brynja okkum til framtíðina og laga seg til skiftandi umstøður. Tosa vit um vinnulív, hevur higartil mest verið tosað um kostnaðarstøðið, og tá mest um lønarlagið? ­ Eg haldi ikki, at lønarlagið er serliga áhugavert í hesum sambandi. Tað, sum hevur týdning, er, hvussu nógv hvør eind kostar at framleiða. ­ Tvs, at tað, sum hevur týdning, er, kostnaður í mun til framleiðslu - altso effektiviteturin. Og í tí samanhanginum hevur lønin sjálvandi stóran týdning. Men er framleiðslan effektiv, kann tað gott vera, at tað loysir seg at betala høgar lønir. ­ Men kostnaðarstøðið er eisini so nógv annað. Tað fevnir eisini um maskinur, amboð og allar aðrar framleiðslufaktorar, sigur Bjarni Olsen. Vit mistaka okkum meiri enn so mistøka Tað verður ofta brúkt ímóti tykkum ráðgevarum, at tað er so lítið eftirfarandi, tit koma við. Besta dømi seinastu árini hevur verið toskurin undir Føroyum? ­ Tað er rætt, at vit mistaka okkum meiri enn so. ­ Ongin kennir framtíðina, og tað, vit bera fram, er ikki endaligi sannleikin og kann saktans kjakast um. ­ Men høvdu vit ikki havt fiskað toskin, hvagar var hann so farin?. Var hann horvin fyri tað, um vit ikki høvdu skundað okkum at fiska so nógv av honum, sum vit kundu beinanvegin? Høvdu vit havt mist pengarnar? Uttanlandsskuldin er størdta óvissan Formaðurin í Búskaparráðnum sigur, at tað er uttanlandsskuldin sum er tann størsta óvissan, tá í okkara búskapur er so ójavnur, sum hann er. ­ Táið búskapurin er so ójavnur skal ein avtala um afturgjaldingin av uttanlandsskuldini laga seg til, hvat vit kunnu betala eitt miðal ár. ­ Men sum støðan er, verður tað ikki lætt. Men eg teljist heldur ikki millum sum halda, at tað er heilt ómøguligt at betala uttanlandsskuldina aftur. ­ Almenna uttanlandsskuldin er stór, men hon er ikki so stór at tað ikki ber til at betala hana aftur, sigur Bjarni Olsen. ­ Tað veldst alt um, hvørjar avtalur, vit fáa, og hvørji tiltøk, vit eru til reiðar at seta í verk fyri at fáa betri tamarhald á búskapin. ­ Men nú, vit skulu samráðast um, hvussu uttanlandsskuldin skal betalast aftur, tænir tað okkum ikki til fyrimuns, at vit standa í eygunum á dønum sum ábyrgdarleysir. Heiðrað av drotningini Á samkomu á Almannastovuni í gjár, fekk Poula Jønsson, fulltrúi, handaða >>fortjenstmedalju<< frá drotningini fyri at hava starvast í 40 ár í almannafyrisitingini . Tey fyrstu árini starvasist hon hjá Ríkisumboðnum, men síðan almannamál vórðu yvirtikin í 1975, og Almannastovan sett á stovn, hevur hon arbeitt á Almannastovuni Tað var hátíðarligt og stílfult hjá Ríkisumboðnum, minnist Poula Jønsson, sum fyri 40 árum síðan fór í starv á sosialfyrisitingini har. Síðan hevur hon verið í sama starvi, og fekk í gjár handaða >>fortjenstmedalju<< frá Margrethu drotning fyri trúgva tænastu innan almannafyrisitingina. Tað var Bjarni Vilhelm, stjóri á Almannastovuni, sum handaði medaljuna á samkomu á Almannastovuni fyrrapartin í gjár. Nú kundi ein hildið, at tá ein hevur verið í samfull 40 ár á sama staði, hevur ikki verið tíð til annað arbeiði. Men so er ikki hjá Poulu. Eftir lokna skúlagongd lærdi hon til defektrisu á apotekinum í Havn. Og eftir lokna lærutíð fór hon til Danmarkar at arbeiða á apoteki. Har var hon í eitt ár og kom so heim aftur til Føroya fyri jól í 1957. Poula Jønsson sigur, at tá hon kom aftur til Føroya, hevði hon einki arbeiði at fara til, men væntandi var, at hon kundi sleppa aftur á Apotekið. So hendi tað, at hon í januar 1958 fekk boðið starv hjá Ríkisumboðnum. Hon skuldi arbeiða á deildini, sum umsat sosialmál. Hesum tók hon av, sigur Poula Jønsson, og hevur ikki angrað tað síðan. Men longu fyrst í 1959 flutti deildin út frá Ríkisumboðnum og fekk høli í Føroya Banka. Grundin var tann, at Petur Mohr Dam tá var farin undir at fyrireika fólkapensiónina, sum kom í gildi 1. oktober 1959. Saman við einum donskum fulltrúa, vóru tey trý fólk, sum fluttu niðan í Føroya Banka. Umframt Poulu Jønsson, sum var skrivari, var Trygvi Strøm, sum eisini var í mong ár á Almannastovuni, eftir at hon var yvirtikin, og Sigurd Carlsson, sum nú er deyður. Men vitiligt er, at so fá fólk kláraðu ikki ta stóru broytingina, og tí komu serfrøðingar úr Danmark at taka eina hond í. Jónas Broncksgøta Í Føroya Banka helt sosiala fyrisitingin til fram til 1965, tá flutt varð niðan í Jónas Broncksgøtu, har Almannastovan enn heldur til. Men tá var ikki sama vídd, sum er í dag, sigur Poula Jønsson. Sosiala fyrisitingin hevði tríggjar fjórðingar av eini hædd, sum annars var tann sama, har Poula aftur er komin at sita. Hesa hæddini skuldi sosiala fyrisitingin býta við landsskúlaráðgevan Ludvig Petersen og Johannes Andreas Næs, sum eisini starvaðist hjá ráðgevanum. Tá flutt varð í Jónas Broncksgøtu, vóru fleri fólk, enn tá farið varð niðan í Føroya Banka. Ein teirra, sum flutti við yvir í Jónas Broncksgøtu, var Klaus Hermann, sum var komin at starvast sum fulltrúi hjá Ríkisumboðnum í 1963. Og tá Almannastovan varð yvirtikin í 1975, gjørdist hann fyrsti føroyski almannastjórin. Tað er nógv lagt aftur at Almannastovuni, síðan hon varð yvirtikin. Tá umfataði arbeiði umsiting av fólkapensión, avlamispensión, einkjubarnastyrki, einkjupensión, og eitt sindur av forsorg. Men tað var rættiliga smáligt við tí, tí tá komu fólk ikki bara soleiðis at biðja pengar frá tí almenna. Tað er broytt munandi, sigur Poula Jønsson. Ta tíðina var tað soleiðis, at øll gjørdu alt. Tað var ikki fyrr enn í 1983, at stovnurin varð býttur sundur í deildir, sum umsita hvør sítt øki. Strævnastu árini, Poula hevur arbeitt á Almannastovuni, hava verið nítiárini. Tað hava verið gjørdar alt ov nógvar broytingar. Lógir eru gjørdar. Broyttar aftur. Settar úr gildi. Nýggj ábyrgdarøki eru løgd á stovnin. Men fólk verður einki sett at umsita alt hetta. >>Tað er greitt, at tá so er, gongur tað út yvir tey, sum framman undan hava ov mikið, at síggja til<< sigur Poula Jønsson. Stílfult arbeiðspláss Poula Jønsson sigur, at hon minnist serliga aftur á, hvussu stílfult tað var at arbeiða hjá Ríkisumboðnum. Tað var ikki snobbut, sigur, hon, men har varð víst virðing fyri hvørjum øðrum. Var eitthvørt, sum skuldi haldast, tað verið seg ein móttøka ella ein kongaligur føðingardagur, varð alt starvsfólkið boðið við. Poula Jønsson sigur, at hon minnist serliga aftur á jólaborðhaldini. Tey vórðu hildin inni hjá ríkisumboðsmanninum privat. Serliga minnist hon aftur á tíðina, tá Mogens Wahl var ríkisumboðsmaður. >>Hann var ein persónligheit út yvir tað vanliga,<< sigur Poula Jønsson. Mogens Wahl hevði ein serligan sið í samband við jólini, minnist Poula. Pápi hansara hevði verið sendimaður í Fjareystri og hevði tikið við sær tann sið, at ein turkað jólarósa varð latin niður í eitt ølglas. Tá hon hevði ligið eina løtu, breiddi hon bløðini út og sá heilt frísk út aftur. Hendan sið helt Wahl fast við. Tað var heilt hátíðarligt, tá hann stóð við rósuni í hondini, áðrenn borðhaldið byrjaði, sigur Poula. Øll stóðu í tøgn og bíðaðu eftir tí, sum henda skuldi. Tá rósan var komin upp á pláss, segði Mogens Wahl: >>Nu er det jul.<< >>Og vit kendu øll á okkum, at nú vóru jólini veruliga komin,<< minnist Poula Jønsson. Men tað vóru eisini føroyingar, sum stílur var yvir. Poula sigur, at hon minnist, tá Kristian Djurhuus plagdi at koma í svørtum frakka undir hatti og við stavi í hond úr Tinganesi niðan á Amtmansborgina á fund. Dansk bank Den Danske Bank skumpar trupulleikarnar yvir á politikararnar Gevst nú Eilif! Landsstýrið hevur eitt at gera í skúlamálinum. Tað er at taka krøvini aftur og loyva næmingunum í skúla aftur. Og síðani at taka alt hetta málið upp við lærararnar við framtíðini fyri eygað. NÚ gongur móti triðju viku í sokallaða skúlamálinum, har næmingar í studentaskúlum og HF ikki hava verið í skúla eftir jólafrítíðina. Lærararnir vilja framvegis ikki góðtaka kravið frá skúlamyndugleikunum um, at tað skulu vera 28 næmingar í skúlaflokki. Landsstýrið vil hinumegin ikki góðtaka mótkrøv frá lærarunum. HETTA er ein syrgilig fyri ikki at siga óhugnalig støða, sum serstakliga næmingarnir eru komnir í. Støðan er við at gerast so álvarslig, at vandi er fyri, at teir als ikki kunnu fara upp til tær próvtøkur, sum so aftur skulu tryggja teimum eina framtíð so ella so. LANDSSTÝRISMAÐURIN í skúlamálum, sum vit vita ber orð fyri at vera sera treiskur maður, heldur uppá sítt. Her minna hann og starvsfelagi hansara, løgmaður ikki sørt um hvør annan, so tað er skiljandi, at løgmaður ikki vil leggja seg út í málið, soleiðis sum hann er biðin um. Hvør rer treiskari enn annar - ja eru av tí gamla slagnum. EFTIR okkara tykki átti landsstýrið ikki at gjørt seg so ómøguligt í hesum máli. Talan er um eitt princippmál sigur landsstýrismaðurin, men tað átti at borið til við samráðingum at funnið eina ella aðra loysn. Landsstýrismaðurin hevur rætt og slætt ikki loyvi til at kappa høvdið av einum heilum árgangi av okkara lesandi ungdómi. Lærararnir siga eisini, at teirra krav er eitt princippmál. Tá partnarnir standa so fast við sítt, átti landsstýrismaðurin - fyri at fáa næmingarnar aftur í skúla - at víst seg sum mannin, ið hóast alt er til at tosa við. Hann átti at kunnað sagt, at nú tað stendur í botni, so er hann tilreiðar til at lata hetta málið fara og so heldur taka allan spurningin upp í øðrum sambandi. UTTAN at vit her skulu fara út í smálutir, so er tað eftir okkara tykki eitt gott principp at hava ikki at hava ov nógvar næmingar í flokkunum. Og tá talið nærkast teimum 30 er talan um eitt ov stórt tal. Hetta átti Eilif Samuelsen sum lærari at vitað alt um. Tí kann tað bert vera eitt ómetaliga stórt treiskni og ein vilji til ikki at skula missa andlit, sum er orsøk til, at landsstýrismaðurin ikki vil boyggja seg. GEVST við hasum harra landsstýrismaður og lat næmingarnar sleppa aftur í skúla. Tá vísir tú teg nettup sum ein mann, sum ein, ið stingur fingurin í jørðina og torir at taka eina nýggja og skilagóða avgerð. Nú mugu næmingarnir sleppa aftur í skúla. Ger hann ikki tað er tað ábyrgdarleyst av løgmanni bara at venda bakið til í loyaliteti til sín starvsfelag. Tað hevði sømt tykkum betur at víst næmingunum loyalitet. Her hvílir stór ábyrgd á sambandsmonnunum í Tinganesi. Fáa teir ikki loyst hetta málið, tá eiga hinir landsstýrismenninir at gera vart við seg. Hvat tú t.d. tú Krisjan Magnussen! DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, sólglottar og okkurt kavaælið. Hitin um frostmarkið. Veðrið fríggjadagin: Lot til andøvsgul av vestri, turt og sólglottar. Hitin millum 2 og 6 stig. Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin: Gul til stívt andøvsgul av vestri, turt og møguliga sólglottar. Hitin millum 4 og 8 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst norðanfyri Ísland hvørvur í landnyrðing. Ein kuldabrúgv haðani til Føroyar fer eystureftir og hevur kaldari luft við ælingi við sær. Í dag: Eitt hátrýst er við at mennast í ein landsynning sunnan úr Íslandi og í vikuskiftinum verður væntandi lýggjari veður aftur. Fríggjadagur 23. januar 1998 Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Jupiter fekk sild á Sandoyarbankanum Fyrr í vikuni landaði Jupiter eini 50 tons av sild til Kassavirkið á Bakka. Sildina høvdu teir fingið á Sandoyarbankanum 50 tons av sild ljóðar ikki so ógvusligt. Og tað er heldur einki soleiðis at loypa á leistum eftir. Men kortini er nakað serligt við hesum, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Kassavirkinum á Bakka, sum keypti sildina frá Jupiter. Føroysk nótaskip hava fyrr fingið sild á hesum leiðum. Júst hesa árstíðina. Tað var stór og góð sild, eins og hendan, sum Jupiter nú fekk. Regin Jacobsen sigur, at kanningar hava víst, at hendan sildin er størri enn sild, fingin verður aðrastaðni. Talan er helst um ein serliga, føroyskan stovn. Men stovnurin er helst so lítil, at hann er ikki álítandi til nakrar útflutning sum so, sigur Regin Jacobsen. Kassavirkið hevur fyrr selt nakað av hesi sildini til keyparar uttanlands. Til dømis fingu skipini í árunum 1993, 1994 og 1995 nakað av sild, og sáttmálar vórðu gjørdir. Men so hvarv sildin, og í tvey ár sást einki aftur. >>Tað er greitt,<< sigur Regin jacobsen, >>at tá vit ikki kunnu lata avtalaðu vøruna til avtalaða tíð, fara keypararnir at órógvast, og so dettur marknaðurin niðurfyri.<< Sildina, sum teir nú hava fingið, hava teir viðgjørt á gamlan hátt, sigur Regin Jacobsen. Tað mesta er avhøvdað og saltað í tunnur. Væntandi verður hetta selt á skandinaviska marknaðinum. Eisini er eitt sindur kryddað. Men nakað er kortini fryst, og tað fer til Japans. Annars er nógv til av sild, heldur Regin Jacobsen. Norðsjóarstovurin er ikki væl fyri, sigur hann, men aðrastaðni verður rættiliga nógv fiskað. Til dømis hava norðmenn bara tvær tær fyrstu vikurnar í ár fiskað eini 70.000 tons. Hendan sildin verður heilfryst og send til Japan. Regin Jacobsen sigur, at norsku bátarnir fáa 1,25 kr. fyri kilog, meðan Jupiter fekk tvær krónur fyri kilog. Norðmenn selja nógv til lond sum Russland og Póland. Men har eru prísirnir lágir, sigur Regin Jacobsen. Um hendan stovnin, sum er undir Føroyum, sigur Regin Jacobsen, at ongar avmarkingar eru fyri fiskiskapi. Stovnurin er helst altíð inni á føroyskum øki, og tí eiga vit hann, sum hann er, og kunnu fiska av honum, sum vit vilja. Vaksnir menn eru nógv verri enn smábørn Bæði lærarar og Landsstýrið bera seg verri at, enn fornermað smábørn. Børnini hava tó so mikið í høvdinum, at tá tey hava klandrast eina løtu, gerast tey góð aftur og spæla víðari, siga næmingar, sum nú eru troyttir av at ganga fyri einki Nú er ovboðið hjá nógvum næmingum, sum ikki sleppa í skúla orsakað av trætuni millum lærararnar á Stundentaskúlunum og HF skeiðunum og Landstýrið. Nú er tíð at gevast við at vera tvørur, halda fýra gentur úr 2. E í Hoydølum, sum nú ikki tíma at hava frí meira. Tær eru farnar undir egna skúlagongd fyri ikki at detta heilt burtur ímillum, tá vanliga skúlagongdin einaferð byrjar aftur. Bæði lærarar og Landsstýrið vinna nógv størri virðing, um teir gevast við hasum tvætlinum og heldur lata okkum sleppa í skúla, meðan teir samráðast, halda tær fýra, Jónhild, Heidi, Katrin og Sára, sum eru leiddar av at ganga fyri einki, orsakað av nøkrum, tær eru púra ósekar í. Farið er undir seinna hálvár av skúlaárinum, og har eru, sum kunnugt, nógvir frídagar. Halgidagarnir eru nógvir, og tá so mestsum ein heilur mánaði er farin av undirvísingartíðini til at trætast í, fara næmingarnir at óttast, hvussu verður við próvtkunum. Byrja sjálvar Í Reynstúni á Argjum hitta vit tær fýra genturnar úr 2. E í Hoydølum. Tær hava tikið málið í egnar hendur, og sita nú og royna at fáa savna stumparnar av tí, tær annars skuldu havt gjørt í Hoydølum. Vita vita, hvat vit skulu ígjøgnum, siga tær. Og okkurt er býtt út til bólkar og skal gerast í felag. Uppgávur, so sum stílar og rapportir, skulu latast inn hvørja viku. Nú eru longu tríggjar vikur farnar, og vit sleppa ikki av við nakað av hesum. Men gerast skal tað, so tað kemur alt upp í røkur, tá einaferð verður byrjað aftur, siga tær. Okkurt hava tey fingið fyri, áðrenn tey fóru í jólafrí, og millum annað tað, royna tær nú at fáa frá hondini. Men annað er, sum bara hópar seg upp. Til dømis er partur av pensum ein námsferð í samband við málundirvísing. Ferðin er løgd um páskirnar. Ætlanin er at fara til Barcelona, og nógv er at fyrireika. Og tað kostar. Til dømis er rættiliga nógv, sum skal lesast á sponskum, enskum, donskum og føroyskum í samband við ferðina. Eisini hava tey í flokkinum goldið 10.000 krónur í depositum fyri ferðina. Og tey fara ikki at góðtaka, at missa teir pengarnar, tí lærarar og myndugleikar klandrast um nakað, næmingarnir ikki hava ávirkan á, men bert gjalda fyri. Umframt liggur ein rættiliga stór uppgáva í føroyskum, sum tey ikki fáa gjørt. Endalig próvtøka Tað er ikki bara í 3.G, at endalig próvtøka er. Eisini í 2. G eru fleiri lærugreinar, sum skulu avgreiðast. Og annar flokkur á studentaskúlanum er rímuliga strævin, eru tær fýra, Sosialurin hevur tosað við, samdar um. Tað verður eitt hundalív, tá nú alt skal takast inn aftur í vanligari skúlatíð. Og tað má tað, sambært Eilifi Samuelsen, landsstýrismanni í undirvísingarmálinum. Yvirtíð leygar- og halgidagar verður ikki givin. Eilif átti at minst, hvussu spentur hann sjálvur var, tá hann skuldi til próvtøku. Bæði um úrslitið og um at verða liðugur. Og soleiðis ganga tey flestu eisini í dag. Bara við tí muni, at nú fá tey eina eyka pínu at dragast við, tí tey vita ikki, nær, ella um tey nakrantíð verða liðug, siga tær fýra. Allar ætlanir hjá teimum, sum skulu til endaliga próvtøku, fara fyri einki, um tey ikki verða liðug til tíðina. Og tað mátti verið ein heldur høgur prísur at goldið bara tí, at nakrir lærarar og ein landsstýrismaður, sum forrestin eisini er lærari, eru ov tvørir til at viðganga, at teir hava mistikið seg, siga Jónhild, Heidi, Katrin og Sára úr 2. E í Hoydølum. Politikarar viðgera studentaskúlatrætuna Internet-Sosialurin, mikukvøld: Nú tíma næmingarnir í studenta- og HF-skúlunum ikki meira at hava jólafrí. Í øllum førum fara teir í morgin (hóskvøld) at royna at fáa glið á málið. Teir hava biðið umboð fyri nakrar politiskar flokkar um at koma á almennan pallborðsfund í læraraskúlahøllini, har evnið verður viðgjørt. Flokkarnir gera sjálvir av, hvør umboðar teir, tá fær Eilif Samuelsen serliga innbjóðing at umboða Sambandsflokkin. Fundurin verður klokkan 20:00, og við pallborðið sita umframt politisku umboðini, umboð fyri foreldur og næmingar. Orðstýrari verður Eyðun Djurhuus, varaskúlastjóri í Tórshavnar Kommunuskúla. Absalon Eysturoy úr næmingaráðinum í Hoydølum sigur, at ætlanin við fundinum er at koma nærri eini politiskari semju og samstundis at fáa allar meiningar og øll sjónarmið fram. Hann sigur, at hetta er tí, at mannagongdin í Tinginum er so mikið drúgt, at skulu næmingarnir bíða longur, verður ógjørligt hjá nógvum næmingum at fáa húgvuna á høvdið til ásetta tíð. ­ Heldur ikki sær út til, at partarnir í málinum koma nakran veg í samtráðingunum - tí hevur næmingarráðið tikið stig til fundin. Annars var júst evnið um trætuna millum felagið hjá lærarum við studenta- og HF-skúlarnar og Eilif Samuelsen evnið í fimmaranum í útvarpinum seinnapartin. Gestir vóru Eilif Samuelsen og Snorri Fjallsbak, formaður í felagnum hjá lærarunum og eitt umboð fyri næmingarnar Hóast ikki tað stóra kom burtur úr, so váttaði Eilif Samuelsen, at Landsstýrið stóð saman um stívrendu støðuna hjá landsstýrismanninum í skúlamálum. Men tá Kristian Magnussen, landsstýrismaður fyri Verkamannafylkingina, ringdi inn og spurdi Eilif Samuelsen, um tað var rætt, bakkaði Eilif Samuelsen, og segði, at hann og Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharri, vóru samdir. Kristian Magnussen er so ikki samdur við Eilif Samuelsen Leo Poulsen Sommer Joensen, sýslumaður: Hatta er heilt burturvið Sommer Joensen, sýslumaður, avvísir púrasta, at nakað hald er í søguni hjá teimum ungu - Eg havi kannað málið og kann siga, at handan søgan er heilt burturvið! So avgjørdur er Sommer Joensen um hendingina, ið er umrødd her á síðuni. - Veruleikin er tann, at politiið, sum tey siga, steðgaði pick-upp'inum. Í lastini var ein rúgva av rópandi og syngjandi ungdómi - fleiri av teimum skít. Tey høvdu vist verið í balli hjá onkrum á Tvøroyri. Politiið orðnaði hesum ungu úr lastini, og tað var gaman í. Tey ungu hildu so, at politibilurin so kundi koyra fleiri ferðir til Hvalbiar og aftur inntil øll vóru heima, men tað gekk jú ikki. Men lagið var stak gott, tá tey fóru >>trallandi<< inn eftir vegnum, greiðir Sommer frá. Hann sigur víðari, at tey vóru, so vítt hann skilti, saman við onkrum av Tvøroyri, ið búði nakað innanvert plantasjuna. Har fóru tey inn í ein kjallara at bíða eftir bussinum, og tað var tað seinasta politiið hoyrdi til ungfólkini. Teirra egna skuld Sommer Joensen sigur, at tá politiið steðgaði lastbilinum, var hann mitt í býnum, beint uttanfyri húsini hjá einum hýruvognsførara. Møguleikin at leiga sær bil til Hvalbiar og Sandvíkar skuldi tí ikki verið so langt burturi. Sýslumaðurin sigur, at orsøkin til, at ungfólkini vóru koyrd úr bilinum var hon, at teir ikki vildu koma út fyri, kanska at taka tíggju lík upp inni í dalinum. - Var talan um, at bilurin var millum bygdir, var støðan ein heilt onnur. Og so høvdu vit sjálvsagt ikki farið fram á sama hátt. Men av tí at hetta var mitt í býnum, og at ungfólkini vóru meiri enn væl fyri, var hildið rættast at gera so, sum gjørt var. Tá ungfólkini vóru í heitum og fjálgum kjallara, og hartil høvdu atgongd til telefon, má tað á ein ella annan hátt vera teirra egna skuld, er onkur komin illa fyri, vísir Sommer Joensen á og avvísir avgjørdur, at politiið á Tvøroyri hoyrdi eitt einasta orð aftur til tey ungu. Ósambæriligar søgur Eftir stendur so, at ikki báðir bólkar kunnu tala satt í hesum máli. Frágreiðingarnar eru so ólíkar, at tað kann tykjast, sum tað er hvør sín hending, sipað verður til. Her skal sjálvsagt eingin leggjast undir at siga ósatt, men eftir stendur so tann klára niðurstøða, at søgurnar eru púra og heilt ósambæriligar. Leo Poulsen >>Tit hava sjálvi skuldina<>Hatta hava tit sjálvi verið úti um<<, fingu ørkymlaðu unglingarnir at vita, tá teir ringdu á politistøðina eftir hjálp Seinasta leygarkvøld var sum tey flestu hjá teimum ungu. Sjálvandi skuldi farast í dans, og hjá teimum, ið búgva norðast á Suðuroynni, merkir hetta oftast, at farast má av bygdini. Soleiðis høvdu eisini fleiri ung í Sandvík og Hvalba avtalað at fari í dans á Tvøroyri. Talan var um ungdóm á 15-17 ára aldri - og harvið ov ung til sjálvi at koyra. Sum ungdóminum líkt var ikki hugsað so nógv um, at veðurmaðurin lovaði kava og kulda, tí tá farið var avstað, var av besta veðri. Heldur ikki var trupult at sleppa upp á Tvøroyri, tí fleiri av teimum eldru høvdu bil, og gjørdu hinum yngru tann beina at koyra tey. Men ikki øll høvdu greiðar avtalur um, hvussu tey skuldu sleppa til húsar heim aftur um náttina. Og kavin kom Longu fríggjadagin var kavi norðanfyri, men í Suðri var so at siga púra tátt allastaðni, tó at tað var heldur køli. Ikki tóktist heldur, sum um nakar kavi av týdningi fór at koma hetta vikuskifti har suðuri. Men um hálvgun tvey-tvey tíðina brast hann á við kavaroki, og eftir stuttari løtu var alt hvítt. Hetta órógvaði tó ikki tey ungu inni í dansistovuni, tí har var sjálvandi lýtt og fjálgt. Ikki fyrr enn farast skuldi aftur til húsa heim, varnaðust tey skiftið í veðrinum. Og so kom trupðulleikin. Sjálvsagt skuldu øll til húsar aftur, men møguleikarnir vóru ikki teir stóru ta tíðina av døgninum. Endin var tó tann, at tey, ið ikki sluppu heim á annan hátt, sluppu upp í lastina á einum pick-up lastbili, ið fór til Sandvíkar. Og so var sloppið - trúðu tey. Steðgað av politinum Tey vóru tó ikki komin longri enn áraka bedingina, tá politiið steðgaði bilinum og bað øll - eini 10 ungdómar - fara úr lastini. Tey ungu eftirlíkaðu sjálvandi, men hildu, at so mátti politibilurin koyra tey heim í staðin. Hetta helt politiið tó lítið um. >>Nei, tað gjørdu teir ikki<<, fingu tey at vita. Men tey kundu bíða eftir bussinum, ið fór at koyra um morgunin, ráddu politistarnir teimum til. Tað kundi verið væl, men hetta var um fýra tíðina um náttina, og tá bussarnir ikki byrjaðu at koyra fyrr enn um 7-8 tíðina á morgni, hevði hetta gjørst ein øðilig bíðitíð - í kulda og kava, er vert at viðmerkja. So var einki annað at gera, enn at fáa eina avtalu í lag við bilføraran á pick-upp'inum um at koma aftur eftir teimum. Tað gjørdu tey so. Hildu tey. Men einhvør misskiljing hevur verið íkomin, tí bilurin kom ongantíð aftur. Vendu aftur Tað var sostatt við góðum treysti, at hesi um 10 ungu fóru til gongu. Gingið var bæði væl og leingi, tí tey roknaðu við, at bilurin fór at koma aftur eftir teimum. Komin nakað inn um fjósið hjá Petur Karl - t.e. nakað inn í dalin - gramdi ein 15-ára gomul genta seg um, at nú orkaði hon ikki at ganga longur. Har var toluliga tátt, og hon setti seg niður. Einir tveir dreingir lótu hana fáa ávikavist eina troyggju og ein jakka aftrat yvir seg, men meðan hon sat, byrjaði høvdið at hanga. Avgjørt var so at venda við aftur, tí deils kom bilurin ikki fram, og deils var gentan vorðin so illa fyri. Ætlanin var, at fara til næsta hús og haðani ringja til politiið, fyri at fáa teir at hjálpa teimum. Meðan tey soleiðis ganga, sortnar fyri gentuni og stutt eftir fellur hon í óvit. Ein av dreingjunum fer síðani stórleypandi til nærmastu hús, fær vakt húsfólkið og ringir síðani til løgregluna at fáa teir at hjálpa. Tykkara egna skuld Hann sigur sum er, at gentan er fallin í óvit, og um teir ikki kundu koma at hjálpa teimum, so í minsta lagi gentan kundi koma heim. Men svarið, drongurin fekk, var heilt skakandi. Hann fekk at vita, at politiið so sanniliga ikki kom at hjálpa teimum. Tað, sum var hent, var teirra egna skuld! So vóru góð ráð dýr. Hesi ungu stóðu har á miðari nátt við einari 15-ára gamlari gentu, ið var fallin um av møði og kulda, og politiið noktaði fyri at hjálpa teimum. Til alla lukku kom tá ein bilur framvið, og fólkini í hesum bilinum varnaðust, at okkurt var áfatt. Steðgað var, og tá greiða fekst á, hvat bagdi, fór ein drongur úr bilinum, og lat ungu gentuna fáa sítt pláss. Gentan varð síðani koyrd til Hvalbiar, har hon bleiv løgd í song. Hon hevði tá framvegis ikki fingið vitið aftur heilt. Fekk ikki mein - tíbetur Komin undir fjálga og heita dýnu, lá gentan og ristist. Hon kendi seg ikki kalda, og kendist heldur ikki køld. Knappliga var tað tó, sum hon stívnaði og kølnaði. Tey ungu vistu ikki síni livandi ráð, men so við og við batnaði, og gentan kom fyri seg. Hon hevur seinni verið hjá lækna tvær ferðir, og skal aftur komandi mánadag. Gentan sigur, at sambært læknanum hevur hon ov lágt blóðtrýst, og tað kann hava verið orsøkin. Eisini er tað møguligt, at um epilepsi er í familjuni, so kann tað hava orsakað hetta. Men hvussu er og ikki, so kann ikki sigast, at politiið bar seg rætt at í fyrstu syftu, við at koyra ungfólkini úr bilinum, tí møguleikarnir eru ikki nógvir, mitt á nátt at finna skjúts norður um fjall. Heilt ófyrigeviligt gerst tað, tá politiið so noktar at hjálpa, tá unga gentan fellur í óvit. Tann 15-ára gamla er tó komin heilt fyri seg eftir minniríku náttina, og hevur tíbetur ikki fingið mein av hendingini. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Talvkappingin ein dystur millum Kollafjørð og Havnina Talv: Kollafjørður tapti sunnudagin móti Streymi, og av tí sama tók Havnin seg tvey stig inn á kollfirðingar, so rættiligur spenningur aftur er í 1. deild Besta deildin í føroysku talvkappingini sær alsamt meira út til at gerast ein kapping millum Kollafjarðar Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Nú seks umfør eru telvað, er bert eitt stig á muni millum KT og HT. Áðrenn 6. umfar sunnudagin vóru kollfirðingar trý stig framman fyri havnarmenn, men so tapti Kollafjørður eitt sindur óvæntað móti Streymi, samstundis sum Havnin vann greiðan sigur á Vestmanna, so munurin minkaði niður í bert eitt stig. Hjá Vestmanna megnaði bert John Rødgaard á fyrsta borði at fáa javnleik móti Rógva Rasmussen, meðan Havnin vann øll hini trý talvini. Klaksvíkingar hava tvey lið við í 1. deild, og sunnudagin vann Klaksvík 1 4-0 á Klaksvík 2. Besta liðið hjá Klaksvík fekk sostatt fýra stig og tók seg nógv fram á stigatalvuni. Klaksvíkingar hava nú á 12 1/2 stig á triðja plássi. Fýra umfør eru eftir at telva í liðkappingini. Í 2. deild liggur Tofta Talvfelag best fyri til at flyta upp. Men her eru trý onnur lið um boðið, eitt hjá Kollafjarðar Talvfelag og tvey hjá Havnar Telvingarfelag. Bert fýra stig skilja fýra tey ovastu liðini í 2. deild, og tað kann takast inn í einum dysti, so her er einki avgjørt, hóast toftamenn mugu sigast at vera favorittar. Predrag Nikolic aftur í Føroyum Talv: Bosniski stórmeistarin Predrag Nikolic vitjar nú aftur í Klaksvík. Hann hevur verið í Føroyum fleiri ferðir fyrr, seinast í 1995, har hann hevur lagt telvarum í Klaksvík lag á Mikukvøldið kom bosniski stórmeistarin í talvi Predrag Nikolic til Føroya. Sum gestur hjá Klaksvíkar Talvfelag skal hann tær komandi tvær-tríggjar vikurnar venja klaksvíkingar í talvi. Predrag Nikolic er vælkendur í Føroyum og serliga í Klaksvík, har hann hevur vitjað fleiri ferðir. Fyrstu ferð var í 1992, og síðani var hann so at siga hvørt ár fram til 1995. Saman við Nikolic hevur ein annar bosniskur telvari, Ivan Sokolov, eisini verið í Føroyum fleiri ferðir sum gestur hjá Havnar Telvingarfelag. Hetta er fyrstu ferð í trý ár, at Nikolic er í Føroyum. Ætlanin var annars, at hann skuldi vera við í stóru kappingini Tórshavn Open í Norðurlandahúsinum fyri einum góðum ári síðani, men hann fekk tá tilboð um at vera við í eini størri kapping í Linares og valdi sum vera man heldur hana. Tá Predrag Nikolic var í Føroyum fyrstu ferð, vandi hann dreingir um 14 ára aldur. Hesir dreingirnir eru nú millum fremstu telvarar í Klaksvík, so tað er eingin ivi um, at vitjanirnar hjá bosniska stórtelvaranum hava havt stóran týdning fyri telvingina í Klaksvík. Jákup Mikkelsen farin frá sum formaður í Talvsambandinum Talv: Í síðstu viku legði Jákup Mikkelsen, sum hevur verið formaður í Talvsambandinum seinastu árini, frá sær Formaðurin í Talvsambandinum seinastu árini, Jákup Mikkelsen úr Klaksvík, legði í síðstu viku frá sær. - Arbeiðið hjá mær á heilsøluni ger, at eg ikki longur havi tíð til at røkja formansstarvið, sigur Jákup Mikkelsen við Ítróttarsosialin. Hann sigur, at hann kortini verður sitandi í nevndini eitt ár afturat. - Fremsta málið hjá mær tey árini, eg havi verið formaður, hevur verið at bøta um inntøkurnar til føroysku telvingina, sigur Jákup Mikkelsen. Og hetta hevur eisini eydnast rættiliga væl. Eitt nú fær Talvsambandið stuðul frá landsstýrinum til talvolympiadurnar, og Talvsambandið er nú eisini komið á fíggjarlógina fyri fyrstu ferð. Ivasamir karmar Jákup Mikkelsen heldur, at umstøðurnar hjá føroyska talvsambandinum ikki eru av teimum bestu. - Størsti trupulleikin er, at sambandið ikki hevur egin høli at arbeiða í. Hetta ger tað torførari at umsita, eitt nú við at senda kunningar út til feløgini o.s.fr. Pappírarbeiðið er endað heima hjá mær sjálvum og hjá næstformanninum Suna Merkistein, og tað hevur til tíðir verið rættiliga strævið, sigur Jákup Mikkelsen, sum nú hevur lagt frá sær sum fomaður. Nýggjur formaður er Finnbjørn Vang. jan muller jan@sosialurin.fo Skipanin millum Danmark og Føroyar eigur at broytast -Ein lóg, sum er vorðin 50 ára gomul ,treingir til ábøtur ella til at verða avloyst av aðrari lóg. Aktuella bankamálið er so eisini orsøk til at gera broytingar í verandi skipan millum Danmark og Føroyar. Hetta eigur at bera til, uttan at tað skal seta kílar í ríkisfelagsskapin heldur fyrrverandi ríkisumboðsmaðurin Bent Klinte Sum ríkisumboðsmaður í Føroyum í mong ár hevur Bent Klinte fingið rættiliga gott innlit í føroysk viðurskifti. Partur av hansara arbeiði hevur verið at vera eygleiðari á øllum tingfundum og m.a. í tí sambandi hevur hann eisini kunna fylgt væl við í orðaskiftinum um Heimastýrislóg og eina nýggja komandi sjálvstýrislóg. Vit spurdu Bent Klinte, hvørja áskoðan hann hevur um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og í hvønn mun hann heldur tað vera rætt at fáa eina nýggja lóggávu, sum avloysir verandi Heimastýrislóg, nú bankakanningin er liðug! Náttúrligt við broytingum -Eg ætli mær ikki at leggja meg út í føroyskan politikk, men persónliga haldi eg tað er sera náttúrligt at gera eitt "serviceftirlit" uppá Heimastýrislógina. Um hon skal broytast ella nakað nýtt skal koma ístaðin haldi eg, at ein føroysk nevnd átti at tikið sær av. Bent Klinte heldur annars, at tá ein lóg er vorðin 50 ára gomul - og tá ein nú hevur gjørt tær mongu royndirnar í tí aktuella bankamálinum við teimum óhepnu avleiðingum tað hevur við sær - so er tað náttúrligt at tosa um, hvat átti at verið øðrvísi og hvussu framtíðar skipanarligu viðurskiftini skulu vera millum Føroyar og Dan-mark. Tað stutta av tí langa er, at Bent Klinte heldur tað vera rætt av føroyingum at umhugsa eina lóg, sum kann koma ístaðin fyri verandi Heimastýrislóg. -Ein og hvør lóggáva eigur at endurskoðast av og á, og nú er tað eitt sera gott høvi at gera tað. Ábyrgd á tveimum støðum Bent Klinte heldur ikki, at tað virkar nóg væl, at føroyingar øðrumegin hava ábyrgdina av sínum búskapi og hinumegin ikki hava ábyrgdina av tí stóra búskaparliga partinum, sum fíggjarsektorurin er. -Eg havi enn onki svar fingið uppá, hvussu tú kanst hava hesar báðar ábyrgdirnar á tveimum ymiskum støðum. Kann ein endurskoðan av lógini ella ein nýggj lóg gera nakað við hesi viðurskifti, so hevði tað tænt øllum pørtum. Bent Klinte sigur, at tað bara eru føroyingar, sum skulu gera av, um teir vilja hava meira sjálvstýri ella loysing. Men hann vónir ikki, at komandi broytingar í viðurskiftunum fara at seta kílar í ríkisfelagsskapin, ið hann heldur flestu føroyingar og danir eru glaðir fyri. Danmark bjargaði Føroyum undan at fara á húsagang -Bankakanningin vísir aftur, at tað er gjørd nøkur vitandi samansvørjing móti Føroyum, og tað eri eg fegin um. Tað eru gjørd mistøk í øllum hesum málinum, men føroyingar eiga ikki at gloym, at føroyska samfelagið var í eini so stórari kreppu, at tað var eitt ynski hjá dønum at bjarga Føroyum undan -Eg hugsi nógv um Føroyar í hesum døgum, og tað er ikki sørt eg leingist aftur til Føroya, hóast eg havi tað gott í mínum nýggja arbeiði. Sigur fyrrverandi ríkisumboðsmaðurin Bent Klinte, sum síðani 1995 hevur røkt starvið sum stiftsamtmaður í Viborg í Jútlandi. Bent Klinte var ríkisumboðsmaður alla ta turbulentu tíðina seinast í 80-unum og fyrst í 90-unum, tá føroyski búskapurin fór í sor. Sum hægsti danski embætismaðurin í Føroyum var hann tí tann persónurin, sum kunnaði danskar myndugleikar um støðuna í Føroyum. Gott við kanning Nú bankakanningin er liðug spurdu vit Bent Klinte, hvat hann hugsar - við starvstíð síni í Føroyum í bakspeglinum! -Eg kann bara iðra meg um gongdina í øllum hesum, men tað er gott, at øll hesi málini nú eru vorðin kannað. Eg haldi eisini, at talan er um eina góða kanning, sum gevur nøktandi svar uppá tað mesta sum var endamálið við hesi kanning. Bent Klinte heldur, at hóast tað kunnu vera ymsar meiningar um innihaldið, so er tað gott, at vit nú hava eina so drúgva frágreiðing at ganga út frá. -Men er ikki vandi fyri, at frágreiðingin bara verður ein partur av donskum innanríkispolitikki, og at føroyingar detta millum tveir stólar? -Frágreiðingin hevur vakt so stóran ans her í Danmark og stjórnin er eisini vorðin varug við viðurskifti, sum hevur lopið hvøkk á hana, at eg trúgvi tí ikki, at føroyingar verða gloymdir í hesum. Uppá fyrispurning um hann er ovfarin av tí, sum er komið fram sigur Bent Klinte, at tað eru viðurskifti her, sum hann ikki visti um áður. -Tað, sum eg eri mest ovfarin av, er tað sama, sum forsætisráðharrin nevnir um kanning av bankunum. Eg trúði sjálvur, at tað var gjørd ein neyv kanning av virðinum av teimum báðum bankunum í sambandi við partabrævabýtið og helt ikki, at hetta varð gjørt so tilvildarligt og í so lítlan mun, sum tað varð gjørt. Einki komplott Bent Klinte sigur, at hann er sera fegin um, at tann "komplotteoriin", sum fleiri hava hildið lív í, nú er dømd deyð at verða. -At der er lavet fodfejl undervejs, det skal Guderne vide, men at man har siddet kynisk i Danmark og lavet et komplot mod Færøerne, synes jeg ikke er noget grundlag for at sige efter denne undersøgelse. Við hesum sipar Bent Klinte til embætismenn og myndugleikarnar annars, sum hav verið lagdir undir at hava lagt til rættis eitt komplott móti Føroyum. Hvat so Den Danske Bank hevur gjørt sigur hann seg av góðum grundum ikki vita. -Men er tað so stórur munur millum eitt sokallað komplott og so tað vitandi ikki at geva føroyingum týðandi upplýsingar ella at geva teimum villeiðandi upplýsingar? -Hatta er ein torfør avvigan. Bent Klinte sigur annars , at vit eiga ikki at gloyma veruliga støðuna í Føroyum, tá kreppan tók seg upp. -Eg kann minnast frá teimum fundum eg var við í Føroyabólkinum, hvussu óttafullir allir, sum fylgdu við gongdini, í veruleikanum vóru. Vit vistu, at tað var sjálv lagnan hjá Føroyum, sum stóð yðst úti á vippuni. Síðani varð tað hetta stóra tíðartrýstið. Tá tú nú lítur aftureftir og minnist, hvussu nógv stóð á, bæði hvat viðvíkti tíðini og hvussu bangin vit vóru fyri, at tað skuldu henda skaðar, sum ikki kundu rættast uppaftur, so skilur ein,hvussu torført henda støðan hevur verið hjá øllum, og at tú hevur ikki fingið gjørt alt líka væl. Bent Klinte heldur, at hesar umstøðurnar eru ein partur av frágreiðingini um, at tað ikki var nakar ringur vilji móti føroyingum í hesum. Ikki ringa samvitsku -Men hvat við tínari egnari samvitsku, nú tú hevur verið eitt slag av millummanni millum Føroyar og Danmark, tá harðast leikaði á og tá tær ymsu avgerðirnar vórðu tiknar? -Tað kann ljóða sum hondvask, men eg havi ikki ringa samvitsku av hesum. Tað, sum fyrst og fremst er frammi nú, er bankakeypið, og tað havi eg ongantíð havt nakað við at gera. Men sjálvandi kann ein siga, at tað eg havi gjørt, kundi verið gjørt betri. -Men er tað rætt, at tú í tínum samskifti við tínar arbeiðsgevarar í Danmark hevur roynt at fáa teir til at tvinga eina kreppu fram í Føroyum, soleiðis at føroyingar fingu eyguni upp fyri, tí sum var við at henda? -Eg veit ikki, hvar tit hava hatta frá, men eg kundi ongantíð funnið uppá at komið við nøkrum slíkum. Meg minnist, at eg í onkrum frágreiðingum havi skrivað, at "krisebevidstheden" millum fleiri føroyskar politikarar var ikki til steðar. Tað skuldi ganga galið, áðrenn fleiri teirra fingu eyguni upp fyri støðuni. Eg havi fleiri ferðir víst á mín ótta fyri, at tað vóru sjálvt framstandandi politikarar, sum ikki sóu ella vildu viðganga, hvussu álvarslig støðan var. -Men hevur tú gjørt títt til, at ein kreppa varð sett í gongd í Føroyum, fyri harvið at fáa føroyingar at rakna við? -Nei, tað kundi eg ikki droymt um at gjørt. Líka mikið hvørjar meiningar tú hevur, so vildi tað verið tápuligt at gjørt tað. Tí kreppur kunnu bæði stýrast og ikki. Tú veit ongantíð, hvat kann koma burtur úr nøkrum slíkum. Tað at framprovokera eina kreppu vildi verið fullkomiliga ørt, ókløkt og skaðiligt fyri menniskju, sum ein ikki ynski at gera nakað ilt ímóti. Ongin óndur Bent Klinte sigur, at hann í øllum hesum málinum ikki hevur møtt nøkrum óndum menniskjum. -Eg havi ikki møtt nøkrum, sum hevur ynskt at konspirera móti føroyska samfelagnum. Vit stríddust ein djarvan dyst fyri at bjarga tí, og eg haldi eisini, at ein hevur loyvi til at siga, at hetta hevur eydnast. So skal tað eisini sigast, at her er ein skuld at taka støðu til. -Men var tað neyðugt at halda alt hetta so loyniligt og ikki kunna føroyskar myndugleikar um tað? -Tað dugi eg ikki at meta um. Uppá fyrispurning um hann sum umboðsmaður Danmarkar í Føroyum hesi árini ikki kennir seg eitt sindur samsekan í teimum ákærum, sum verða vendar móti donskum embætismonnum og myndugleikum sigur Bent Klinte, at tað ger hann ikki. -Tað verður tosað so ómetaliga nógv um skyld - at leggja skyldina og ábyrgdina á danir og danskar myndugleikar. Danmark verður umrøtt á ein slíkan hátt, at tú trýr næstan ikki tínum egnu oyrum. Eg skilji føroysku debattina soleiðis, at her er talan um eitt "skyldkompleks". Tað virkar soleiðis sum at summir føroyingar vilja leggja skyldina á danir sum heild, og tað ger ilt fyri mong her niðri. Eisini tí, at eg ikki haldi hesar ákærurnar eru rímuligar. Bent Klinte sigur, at tað er veitt ótrúliga stór og týðandi hjálp til Føroya úr Danmark, og hetta er gjørt í tí allarbestu meining. Hann heldur, at hetta hava føroyingar kanska lyndi til at gloyma í løtuni. -Sjálvandi skulu føroyingar hava afturgoldið tað, sum teir hava rætt til, men eg haldi, at føroyingar eiga at vera eitt sindur varnir ikki at yvirspæla leiklut sín sum tann, ið hevur verið fyri órættvísi, tí tað Danmark hevur gjørt, hevur verið við til at bjarga føroyska samfelagnum. -Eg ivist ikki í, at tað eru gjørd mistøk bæði í Tórshavn og Keypmannahavn. Men tá samanum kemur var tað eitt ynski um at hjálpa Føroyum og at satsa kollosalar upphæddir í eitt samfelag, sum var í stórum trupulleikum. Nú vóni eg, at vit fáa eina loysn, sum allir partar kunnu vera nøgdir við, soleiðis at tann annars góða samvinnan millum ríkispartarnar, kann halda fram. Lesandi føroyingar Tað er eingin samfelagsbólkur, enn lesandi føroyingar, ið eru samfelagssnúltarar og ein samfelags útreiðsla. Tað er ongantíð skipað so fyri at hægri útbúgvingarnar eru tillagaðar arbeiðsmarknaðinum/ forrætnings/ handils/ vinnulívi/ ídnaðin/ landbúnaðin. Tað kann tí ikki vera rættvíst at hava hesar hægri skúlar og lestrarstovnar, sum eitt parkeringspláss hjá øllum lesandi føroyingum kring landið. Tað kann tí heldur ikki vera rættvíst at útbúgva 100 tals føroyingar til útflutning ið fara til Danmarkar og onnur lond til víðari útbúgvingar. Tað hevði tá verið frægari at fingið avmarkað tilgongdina til hægri skúlar og lestrarstovnar og hvørs partur av útbúgvingum vóru praktiskar arbeiðsroyndir. Tað skal verða funnist at allir lesandi føroyingar ið arbeiða við síðuna av lestrarútbúgvingum eru eitt arbeiðsamboð hjá øllum arbeiðsgevarum kring landið. Tað eru allir hesir lesandi føroyingar, sum ein bílig arbeiðsmegi, ið eru atvoldin til at arbeiðsgevarar fáa skeiða dýru arbeiðsmegina út, ið er skipað innan løntakara/ fakfeløg. Tað er tí nógv fyri dagliga, at uppliva allar lesandi føroyingar undirgrava arbeiðsmarknaðir/ arbeiðspláss/ sáttmálabundnu lønir/ samfelags moral kring landið. Tað er eisini nógv fyri dagliga at uppliva, at allir lesandi føroyingar fáa hjárættindir, fram um øll tey arbeiðsleysu/ tøku og løntakara/ fakfelags limir kring landið. Tað er eingin av øllum hesum reindyrkaðu sjálvglaðu og líkasælu lesandi føroyingum, ið nakrantíð hava røkt samfelags ábyrgdir og skyldur, mótvegis medborgarum kring landið. Tað skal vera funnist at samfelags útreiðslan er skattað frían lestrarstuðul og fríkort ið gevur teimum 15. til 17.000 kr. skattafrítt á hvørjum ári og er tað órættvíst móti øðrum samfelagsbólkum. Tað føroyska samfelagið, fjøldin av einstaklingum, hevur ikki ráð til hesa samfelags útreiðslu, og at hava 100 tals lesandi føroyingar, liva eina luksus tilveru á kostdeildum/ íbúðum, og úti í býnum og heima við hús. Tað er nógv fyri at allir lesandi føroyingar nú í fleiri ár hava fingið loyvi til at skipa almenn tiltøk við atliti til námsferðir og hava fingið stuðul frá fyritøkum/ stovnum hvat ið aðrir samfelagsbólkar ikki hava fingið. Tað verða ikki allir hesir lesandi føroyingar, sum koma at bera samfelagsbyrðurnar, skapa samfelagsvirðir og framtíðina, tað síggja vit dagliga vísandi til omanfyri ið ein kann koma aftur til. Hans Birgir Hansen Útbúgvingar í Føroyum Tað var tíðliga í 70 árunum at ein legði skriv fyri Landsstýrið um Frítíðarlóggávuna og tá legði grundarlag fyri skipan av F.U.R. og at vit fingu játtanir á løgtingsfíggjarlóg til Samskipan av Ungdómsfelagsskapum. Tað var eisini tá ein arbeiddi fyri at øll lesandi skuldu fáa lestrarstuðul uttan mun til foreldrana inntøku, tá ið ein var virkandi í ungdóms- og frítíðarbólki Javnaðarfloksins. Tað var tá lagt upp til at fáa skipað útbúgvingarnar í Føroyum, ístaðin fyri í Danmark og øðrum londum, ið gav fleiri fyrimunir. Teir vóru at hesi vóru tættari at familjum, vinum, kenningum, og tey høvdu frítíðarítriv við síðuna av, hvat ið vit síggja tey undir útbúgving hava kring landið. Tað er av stórum týdningi at vit fáa tillagað útbúgvingarnar eftir tørvinum, og til tann føroyska arbeiðsmarknaðin, og annað virksemi kring landið. Tað kann ikki vera rættvíst at útbúgva 100 tals føroyingar til útflutning ið fara til Danmark og onnur lond, til víðari útbúgvingar, og hvar ið flestu ikki leita heim aftur til Føroya. Tað bleiv eisini lagt grundarlag fyri Bygdar- og ungdómshúsum og fígging av teimum til rakstur og viðlíkahald og til at skipa frítíðar undirvísing í kvøldskúlum kring landið. Tað, sum síðan er hent, er at lesandi føroyingar fáa nógv minni í lestrarstuðli go tí hava fingið sær arbeiði við síðuna av lestnaði á hægri skúlum og lestrarstovnum ið ein hevur funnist nógv at. Tað er tí at hesi lesandi føroyingar lata seg brúka, sum eitt arbeiðsamboð hjá arbeiðsgevarum mótvegis arbeiðstøku/leysu, sum ein bílig arbeiðsmegi. Tað er uttan at vera undir ALS, Almannastovu ella í Løntakara/Fakfelag ein finst at í lesarabrøvum, og at hesir lesandi føroyingar fáa fríkort og tjena 15. til 17.000 kr. skattafrítt á hvørjum ári, aftur at lestrarstuðlinum. Tað er órættvíst mótvegis arbeiðstøku/leysu undir ALS og Almannastovu og Avlamis og fólkapensionistum at lesandi føroyingar fá betri fíggjarlig kor at liva og virka kring landið. Tað er órættvíst at hetta eisini er galdandi á øllum arbeiðsplássum, hvørs familjupolitikkurin í dag verður rikin kring landið, og hvørs hesi tí kunna skifta millum hægri skúlar/lestrarstovnar og arbeiðsplássini. Hans Birgir Hansen P. s. Lesandi føroyingar á hægri skúlum eru ein útreiðsla fyri føroyska samfelagið. Verkfallið má fáa ein enda nú!!! Nú verkfallið hjá HF- og studentaskúlalærarum hevur vart skjótt tríggjar vikur, gerst alsamt torførari hjá okkum, ið skulu hava húgvuna í summar, at fáa neyðugu undirvísingina, ið krevst fyri at okkara prógv kunnu vera javnt stillað við tey prógv, ið verða útflýggjað í t.d. Danmark í summar. Vit fáa heldur ongan møguleika at taka aftur mistu vikurnar, av tí at Eilif Samuelsen hevur forbjóðað lærarunum at arbeiða yvir, so at vit onkursvegna kunnu náa okkara pensum. Tá ið verkfallið byrjaði fyrst í nýggja árinum, hildu mong okkara við lærarunum; vit vildu stuðla okkara lærarum, tí teirra argument vóru tey røttu. Men nú tá ið okkara prógv stendur í vága, kunnu vit ikki taka nakra síðu longur. Verkfallið rakar ikki lærararnar líka meint sum tað rakar okkum; teir halda hóast alt bert frí við løn! Og stuttligt verður at síggja, um lærarnir eru líka tvørir, tá ið eingin peningur er eftir í kassanum!!! Hetta, at vit ikki longur taka undir við lærarum okkara, merkir ikki, at vit taka undir við Eilif. Eilif hevur brotið eina kunngerð, ið landsstýrið sjálvt hevur sett í gildi, ið sigur, at hægst 24 næmingar skulu vera í hvørjum flokki. Undirvísing kann iki bert snúgva seg um pening, men heldur um góðsku. Hví skal alt í hesum landi vera líka sum í Danmark? Um 28-30 næmingar eru í studentaskúlaflokkum í Danmark, so er tað teirra missur. Eilif Samuelsen hevur sjálvur sagt, tá ið hann var lærari, at hann helt 21 næmingar í einum flokki vera ov nógv, men hann heldur 28 vera í lagi?!? Báðir partar uppføra seg og hava uppført seg sum smábørn í hesum verkfalli; báðir partar siga hvønn annan eiga næsta útspælið. Teir eru tvørir, vilja ikki samráðast og tey veruligu offrini eru næmingarnir! Vit eru tey óhoyrdu í hesum tápuliga valdspæli, hóast tað skuldi verið okkara orð, ið báðir partar góvu størstan ans. Man Eilif hava hugsað um, at val verður komandi summar? Heldur hann, at allir næmingarnir, foreldur og familja teirra, fara at gloyma, at tað vóru hansara avgerðir, ið høvdu við sær, at eingin fekk prógv summarið 1998, um so verður? Hansara politiska framtíð sær ikki bjørt út. Vit, sum ganga í 3. g, leggja í roynd og veru ikki í, um ein 1. g flokkur verður lagdur saman. Henda samanlegging kemur aldri at raka okkum. Hví skal tað so verða noktað okkum at fara í skúla og fáa tað prógv, ið vit hava krav uppá? Komið til eina semju? Hetta verkfallið er láturligt. Vit mugu sleppa í skúla aftur nú!!! Tveir ónøgdir studentaskúlanæmingar Viðv. Strandferðsluni Undirritaði varð í Oyggjatíðindi frá 21. januar 1998, endurgivin fyri at hava úttalað meg um ymisk viðurskifti á Strandferðsluni. Talan er um tvær greinar, sum vísa til samrøður, sum skulu hava verið millum meg og Oyggjatíðindi, og ymisk brot úr hesi samrøðu eru tikin við í greinunum, sum beinleiðis sitatir av mær. Vónandi er talan um eina misskiljing, tá eg ongantíð havi úttalað meg til Oyggjatíðindi í samband við hesar greinar, og tað undrar meg tí stórliga, at verða endurgivin fyri hetta. Uttan at koma við nærri viðmerkingum til innihaldið í greinunum annars, skal eg heita á Oyggjatíðindi um í blaðnum at presisera, at greinirnar ikki byggja á nakra samrøðu við meg, og at tey sjónarmið, sum eg skal hava givið úttrykk fyri, bert kunnu standa fyri blaðsins egnu rokning. Tórshavn 21. januar 1998 Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins Misbrot móti sakleysum Suðuroyar Tjóðveldisfelag hevur á fundi umrøtt verkfallið á miðnámsskúlunum og harmast um, at tílíkt misbrot fer fram móti sakleysum ungdómi. Suðuroyar Tjóðveldisfelag hevur á fundi umrøtt verkfallið á miðnámsskúlunum og harmast um, at tílíkt misbrot fer fram móti sakleysum ungdómi. Samtykt varð - nú landsstýrið hevur slept endanum - at mæla løgtinginum til at greiða hetta mál sum skjótast, so at næmingarnir fáa tikið skúlagongdina uppaftur. Virðingarmest f.v. Árni Brattaberg Er skúlamálaráðharrin vorðin í ørviti Fekk nøkur brot við í Útvarpssendingini hetta kvøldið um málið um klassastødd í føroyskum skúlum. Vil tí koma við viðmerkingum hesum viðvíkjandi. Tá eg fyri skjótt 30 árum síðani gekk í Real-skúla í Hoydølum, var eg í einum flokki, har vit vóru 13 næmingar, og er tað besti flokkur eg nakrantíð havi gingið í. Sambandið ímillum lærara og næmingar var fyrimyndarligt og sjálvandi bleiv tað eisini soleiðis næminganna ímillum - sosiala samanhaldið var perfekt, og so tað at lærarin hevði dupultan møguleika fyri at stimbra tey í flokkinum ið høvdu tað fyri neyðini. Eitt ið var serliga sigandi, haldi eg var, at flestu av teimum ið komu av smábygd, og harvið úr smáum skúlaflokkum, vóru so nógv fremri í flestu greinum, enn vit sum høvdu verið úti fyri tí vanlukku, at ganga í >>konsentratións-legunum<< í Kommunuskúlanum og á Venjingarskúlanum. Vil bert við hesum gera vart við, at eg taki undir við yrkislærarunum og havi mín allar størsta sympati fyri teim næmingum, sum í dag ivast í hvussu tey skulu fáa dagin at ganga, tí tað eru vit nokk av teim arbeiðsleysu sum fáa okkara dag at ganga við! Hvat er so haldi um >>Ministarin<<, er ein serlig søga, sum eg ikki haldi verða hóskandi á prenti. Vinarliga ein nøgdur real- skúlingur Gjørdu Atli og Jógvan ikki tað rætta? Í allari umrøðuni av bankakanningarmálinum er spurningurin um, hvat ið hendi 6. oktober 1992, farin eitt sindur í gloymskuna. Tað kann tí vera vert at spyrja, um Atli og Jógvan ikki tóku sømiligastu avgerðina henda dagin fyri meira enn fimm árum síðani. Høvdu vanlig hampafólk ikki tikið avleiðingarnar av teimum handlingum, sum tey høvdu gjørt ella verið uppi í at gjørt, tá tað vísti seg, at ætlanirnar ikki góvu væntaða úrslitið? Teir og aðrir høvdu við stórum meiriluta í løgtinginum roynt at ment fiskivinnuna, alivinnuna og langfaraskipaflotan við rúmum stuðulslánum, veðhaldum og studningum. Teir høvdu eisini mett, at tað fór at eydnast, sjálvt um ráðgevandi nevndir høvdu staðiliga ávarað. Teir trúðu, at teir kláraðu at stýra búskapinum í Føroyum. Teir stýrandi, og ikki bara Atli og Jógvan, fóru skeivir, og nógv kann verða sagt um, hvat teir fóru skeivir, men lat tað liggja. Tá vanlig fólk hava gjørt nakað sum ikki gongur eftir vild, taka tey avleiðingarnar av tí, og teir báðir máttu taka avleiðingarnar av øllum tí, sum landsstýrini og løgtingini høvdu gjørt. Tá teir so samstundis fingu at vita, at rokningin ikki gjørdist so stór, var hetta til at bera. Og løgtingið var eisini samt í hesum. Tað gjørdi tað eisini lættari at taka hesa støðu, at í donsku stjórnini og í fólkatinginum var eingin, sum helt, at føroyingar ikki skuldu gjalda alla rokningina fyri føroyska oyðslið. Danir høvdu júst verið gjøgnum sín >>kartoffelkur<< og hildu seg, frelstar, vita, hvussu eitt samfelag kom aftur á rætta kós. (Tað er heldur eingin í donsku stjórnini ella í fólkatinginum í dag, sum heldur, at aðrir enn føroyingar sjálvir skulu gjalda fyri føroyska oðyslið, og í hvussu so er ikki danski skattgjaldarin). Vanlig hampafólk høvdu helst eisini sagt, at skulu vit gjalda fyri ein banka, skulu vit gjalda fyri allar, uttan mun til hvør átti teir einstøku bankarnar. Vóru vit snýttir í Føroya Banka málinum, vóru vit eisini snýttir í Sjóvinnubankamálinum. Men tað vóru vit jú íkki, tí vit tóku avleiðingarnar av okkara gerðum. Fara vit tí nú at krevja danir eftir at gjalda okkum endurgjald fyri Føroya Banka, fara vit at siga, at tað vóru danir, sum høvdu ábyrgdina av tí, sum vit sjálvir gjørdu í sjeyti- og áttatiárunum. Merkir tað so ikki, at vit krevja at koma aftur í amtstøðuna? Bankakanningin er nú liðug, og hon hevur avdúkað mangt, sum hevur skatt samstarv ið við Danmark. Hon hevur avtúkað, at danska skipanin dugdi kanska í so væl at tryggja, at føroyingar skuldu gjalda sjálvir, tá politiska avgerðin um hetta varð tikin. Hon hevur givið dønum ringan ráka, og tað mugu teir so sjálvir fáa bast. Men hon hevur einki avdúkað um, at vit ikki sjálvi mugu gjalda fyri okkara egnu gerðir. Kjartan Kristiansen Løgtingið aftur at viðgera stjórnmál Løgtingið fer aftur í dag at viðgera uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um setan av stjórnmálanevnd. Uppskotið hevur fleiri ferðir verið á tingi fyrr, og tað tykist, at meiriluti er á tingi fyri at seta slíka nevnd. Men løgmaður hevur higartil forða málinum Óvist verður, hvørja lagnu uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um setan av stjórnmálanevnd fer at fáa, tá tað í dag aftur kemur til viðgerðar á tingi. Løgtingið hevur fleiri ferðir fyrr viðgjørt málið, og samtykti fyrr í ár at seta nevnd, sum skuldi fyrireika setan av eini stjórnmálanevnd. Tá var samgongan í minniluta í tinginum, men samgongan fekk kortini meiriluta í nevndini, og tí kom einki burturúr arbeiðinum. Løgmaður hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at stjórnarviðurskiftini ikki verða viðgjørd, so leingi Sambandsflokkurin er í landsstýrinum. Tá samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Verkamannafylkingina varð gjørd í 1996, skrivaðu flokkarnir undir uppá, at hetta mál ikki skuldi viðgerast. Tískil tóku hvørki Fólkaflokkurin ella Sjálvstýrisflokkurin undir við málinum, seinast tað var til viðgerðar. Báðir grundgóvu støðutaknina við, at teir ikki vildu slíta samgonguna. Síðan er tað hent, at Sjálvstýrisflokkurin er farin úr samgonguni. Fólkaflokkurin hevur eisini fingið síni stórmál ígjøgnum. Eygleiðarar vilja tí vera við, at meiriluti hesaferð kann verða fyri uppskotinum. Løgmaður hevur fyrr, tá hetta málið hevur verið til viðgerðar, gingið við tí viðgitna brævinum í lummanum - brævið, ið skrivaði út nýval. Hesaferð er munurin tó tann, at nú er so stutt til valið. Vælvitandi keldur innan Sambandsflokkin vilja vera við, at Edmund Joensen ikki hevur allan flokkin aftan fyri seg í stívrendu støðu síni. Keldan sigur, at fleiri av nýggjaru tingmonnunum í flokkinum eru fyri at broytingar verða gjørdar í Heimastýrislógini, sum geva Føroyum meira sjálvstýri. Uffe Elleman Jensen, formaður í bróðurflokkinum Vinstra, hevur eisini gjørt partamonnum sínum í Føroyum greitt, at teir mugu verða við til broytingarnar - annars verður Sambandsflokkurin settur uttan fyri ávirkan. Spennandi spurningurin er so, um nýggjaru sambandsmenninir vinna - og um eldru sambandsfólkini taka ráðini frá Uffa Elleman Jensen til eftirtektar... 14 nýggj størv í Tinganesi Fimm aðalstjórar, sjey fulltrúar og tvey onnur starvsfólk eru sett í nýggj størv í Landsstýrinum síðani 1. august 1996. Onnur nýggj størv verða sett í hesum árinum. Løgmaður hevur svarað fyrispurningin frá Henriki Old, løgtingsmanni um starvssetanir í meginfyrisitingini í Tinganesi - Seinasta hálva annað árið hevur landsstýrið sett 14 fólk í nýggj størv í meginfyrisitingini í Tinganesi. Hetta fekk Henrik Old, løgtingsmaður at vita, tá Eilif Samuelsen vegna løgmann svaraði fyrispurningi hansara. Henrik Old vildi hava løgmann at greiða tinginum frá, hvussu nógvir aðalstjórar, deildarstjórar v. m., ráðgevarar, fulltrúar og onnur starvsfólk eru sett í landsumsitingini frá 1. august 1996 og fram til dagin í dag. Í øðrum lagi vildi Henrik Old hava at vita, hvussu nógv tænastumannastørv eru løgd niður, og hvussu nógv størv eru umskipað í omanfyrinevnda tíðarskeiði í landsumsitingini. Henrik Old sigur, at 1. august í 1996 varð nýggjur løgmansstjóri settur, og er ein av høvuðsuppgávum hansara at seta bygnaðaruppskotið hjá Finn Norman Christensen í verk. - Síðan hava vit dagliga í fjølmiðlunum sæð og hoyrt um starvssetanir innan umsitingina og um uppsagnir m. a. av fólkum, sum ikki rúm er fyri í hesum nýggja bygnað. Við spurninginum vildi Henrik Old fáa greiði á talinum á nýggju størvunum og á teimum, sum eru løgd niður ella umskipað. Fimm aðalstjórar Í svari sínum sigur løgmaður, at síðani 1. august 1996 eru fýra aðalstjórar settir. Teir eru Vinnumálastjóri, Arne Poulsen 1. februar 1996. Almanna- og heilsumálastjóri, Høgni Joensen, 1. mai 1997. Undirvísingar- og mentamálastjóri, Petur Petersen 1. juni 1997 og Fíggjarmálastjóri, Petur Alberg Lamhauge, 1. oktober 1997. Løgmansstjórin varð settur í starv 1. august 1996. Men í hesum føri var ikki talan um nýtt starv, sigur løgmaður, tí Marjun Hanusardóttir varð sett í starvið hjá Finn Norman Christensen - talan varð tí um eitt umskipað starv. Fiskimálastjórin varð settur 19. desember 1997, og byrjar hann í starvinum fyrst í hesum árinum. Fiskimálatjórastarvið er sett aftan á, at fyrispurningurin hjá Henriki Old varð settur, so í svarinum hjá løgmanni er bert talan um 13 størv. Lýsa eftir tveimum deildarstjórum afturat Settir eru eisini tríggir deildarstjórar. Eitt deildarstjórastarv er umskipað, av tí at lønar- og starvsfólkadeildin á Landsskrivstovuni er vorðin broytt soleiðis, at lønarmál verða fyrsitin í Fíggjarmálastýrinum og starvsfólkamál á Løgmansskrivstovuni. Deildarstjórastarvið, sum frammanundan var á Landsskrivstovuni, varð flutt til lønardeildina í Fíggjarmálastýrinum. Eitt deildarstjórastarv í Undirvísingar- og mentamálastýrinum er niðurlagt og eitt deildarstjórastarv á fyrrverandi Almanna- og heilsudeildini er niðurlagt. Løgmaður sigur eisini, at í Fíggjarmálastýrinum er deildarstjórastarv umskipað til fulltrúastarv. Og hann leggur afturat, at Løgmansskrivstovan hevur lýst eftir tveimum deildarstjórum, øðrum til starvsfólkadeildina og hinum til løgdeildina. Tó eru hesi størv ikki sett enn. Eitt deildarleiðarastarv í Undirvísingar- og mentamálastýrinum (Landsskúlafyrisitingini) er lagt niður, tí tann, sum røkti starvið, er farin frá við eftirløn. Nýggir fulltrúar Á Løgmansskrivstovuni er eitt nýtt fulltrúastarv. Tað er starvið sum nýskipanarfulltrúi. Almanna- og heilsumálastýrið hevur sett ein fulltrúa í nýtt starv og harafturat ein í starv, tí annar fulltrúi var farin úr starvi. Fíggjarmálastýrið hevur sett tveir nýggjar fulltrúar í sambandi við, at lønardeild varð stovnsett í Fíggjarmálastýrinum. Harumframt er talan um deildarstjórastarv, sum er umskipað til fulltrúastarv, og um setan av tveimum fulltrúum, sum komu í starv, tí aðrir vóru farnir úr starvi. Í Vinnumálastýrinum eru tvey nýggj fulltrúastørv. Í Undirvísingar- og mentamálastýrinum er ein fulltrúi settur í nýtt starv. Oljan í Tinganes Almanna- og heilsumálastýrið hevur sett ein skrivara í nýtt starv, og ein skrivara í starv, tí annar skrivari er farin úr starvi. Vinnumálastýrið og Undirvísingar- og mentamálastýrið hava á sama hátt sett hvør sín nýggjan skrivara í gamalt starv. Afturat hesum segði løgmaður, at oljumál - fyrrverandi Oljufyrisitingin - í framtíðini verður oljumáladeild í Vinnumálastýrinum. Har eru hesi størv sett: Verandi størv: Deildarstjórastarvið á oljumáladeildini - sum lutvíst er umskipað starv. Nýggj størv: Trý fulltrúastørv og eitt skrivstovustarv. Trý tænastumannastørv løgd niður Eisini sigur løgmaður, at avgerð er tikin um ávísar setanir, har starvsfólkini tó ikki byrja fyrr enn í 1998. Her verður býtt upp í nýggj størv, verandi og umskipað størv. Nýggj størv: Aðalstjóri í Fiskimálastýrinum og sendifulltrúi í Brüsell. Verandi størv: Fíggjarfulltrúi í undirvísingar- og mentamálastýrinum. Umskipað størv: Tveir deildarstjórar í Undirvísingar- og mentamálastýrinum, skrivstovuleiðari til komandi Kærufyrisiting. Viðvíkjandi niðurløgdum tænastumannastørvum svaraði løgmaður, at trý tænastumannastørv eru løgd niður. 1. deildarleiðari í Undirvísingar- og mentamálastýrinum. 2. deildarstjóri í Undirvísngar- og mentamálastýrinum og 3. deildarstjóri á Almanna- og heilsumálastýrinum. Trý onnur tænastumannastørv eru umskipað. Tey eru: Løgmansstjóraembætið, deildarstjóraembætið á lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum, og eitt starv er umskipað frá deildarstjórastarvi á fíggjar- og búskapardeildini í Fíggjarmálastýrinum, til fulltrúastarv. Kári M. Mortensen, lærari á Føroya Studentaskúla Til landsstýrismannin í undirvísingar- og mentamálum Útvarpið hevði í gjárskvøldi eina áhugaverda sending um ósemjuna og verkfallið á studentaskúlunum og HF-skeiðunum Útvarpið hevði í gjárskvøldi eina áhugaverda sending um ósemjuna og verkfallið á studentaskúlunum og HF-skeiðunum. Sjónarmiðini hjá formanninum í Yrkisfelagnum og hjá psykologinum Hera Kragesten vóru greið og álitisvekjandi hjá mær sum lærara at hoyra. Men tíverri kann eg ikki siga hetta um nakað av tí, sum Eilif Samuelsen førdi fram og gjørdi seg til talsmann fyri. Lat meg fyrst siga, at eg í mínum naiviteti havi hildið, at landsstýrismaðurin í skúlamálum var okkara maður í Tinganesi, av tí einfaldu grund, at hann er hægsti myndugleikin í skúlaverkinum, sum studentaskúlarnir og HF-skeiðini jú eru ein partur av. Aftaná sendingina má eg siga, at tíverri er Eilif Samuelsen hægsti myndugleikin í skúlamálum, men hann er heilt týðiliga ikki okkara maður í Tinganesi. Tvørtur ímóti tykist hann at halda, at tað hevur størri týdning at spara pengar á skúlaøkinum enn at hava ein væl virkandi skúla, sum er á sama stigi sum líknandi skúlar í grannalondum okkara. Omaná at hann vísti seg at hava lítla fatan og virðing fyri undirvísingarumhvørvinum hjá okkum segði hann í tveimum førum beinleiðis ósatt. Hann kann ikki skjóta Yrkisfelagnum í skógvarnar, at verkfallið í grundini snýr seg um at skaffa limunum í Yrkisfelagnum meiri arbeiði. Hetta er beinleiðis ósatt og haraftrat hent hjá landstýrismanninum, um hann ynskir at seta okkum í ringt ljós. Vit eru í verkfalli fyri at verja eitt sera týdningarmikið principp undir okkara arbeiðsumstøðum, sum er ikki at hava for nógvar næmingar í hvørjum klassa. Bara tí og ikki av nakrari aðrari grund streika vit. Tá ið tosað varð um hølisumstøðurnar í okkara skúlum, segði landsstýrismaðurin, at umstøðurnar hjá okkum vóru í minsta lagi líka góðar sum í londunum uttan um okkum. Nú hopi eg ikki, at Eilif Samuelsen hevur sæð studentaskúlar í hinum Norðan-londunum, tí hevur hann tað, ja so sigur hann ósatt við vilja. Men hevur hann ikki orienterað seg, áðrenn hann í útvarpinum úttalar seg so avgjørt, kann eg ganga við til at siga, at hann sigur ósatt av óvart. Eg havi seinastu árini verið á fleiri studentaskúlum í Noregi, Svøríki og Danmark og kann fortelja, at skúlin í Hoydølum í øllum førum er langt langt undir einum miðalstandardi í nevndu londunum. Sum sagt trúði eg, at landsstýrismaðurin í skúlamálum eisini var okkara maður í Tinganesi. Men tí trúgvi eg ikki longur. Nú er hann sjálvsagt eisini landsstýrismaður fyri aðrar skúlar. Hesa uppgávu røkir hann vónandi við størri ábyrgdarkenslu, tí ger hann ikki tað er tað avgjørt rætt av løgtinginum at vísa honum misálit. Tórshavn 21/1- 98 Sjálvandi skulu posthúsini í lógina Hetta tí at uppskotsstillarnir mettu tænasturnar, sum í flestu førum hava verið til í ein mansaldur, at verða so týdningarmiklar tænastur, at hvørki landsstýrismaðurin ella Postverk Føroya í framtíðini av sínum eintingum kunnu niðurleggja tænastur, uttan at serlig løgtingslógarheimild verður givin fyri hesum Hetta er ein sjálvsagdur rættur, og tí átti tað at verið púra óneyðugt at lóggivið um so sjálvsøgd rættindi, og at takka fyri at stuðla einum tílíkum uppskoti sum hesum átti eisini at verið óneyðugt, soleiðis sum Tordur J. Niclasen ger, men hann sum kennir umstøðurnar veit, at tað kann fløva, tá tøkkin kemur frá røttum stað. Orsøkin til at kortini var farið at fyrireika eitt lógaruppskot sum staðfestu hesi rættindi í sjálvari løgtingslógini um Postverk Føroya var fyrst og fremst tann, at undirritaði kundi ikki góðtaka grundgevingarnar hjá fyrrv. landsstýrismanninum í postmálum í fjølmiðlunum, og var hetta eisini orsøkin til at undirritaði aftaná at Hendrik Old, løgtingsmaður hevði havt eina samrøðu um hesi viðurskifti við eitt blað, setti meg í samband við hann. Tann 30. september 1997 ringdi eg hann upp, og segði frá, at undirritaði hevði ætlanir um at skriva eitt lógaruppskot sum forðaði fyri at posthúsini vóru niðurløgd, og vit vóru í felag samdir um at hetta skuldi gerast. Hetta var so gjørt, og í samráð við Hendrik Old var gjørt av, at fáa eina so breiða undirtøku fyri uppskotinum sum gjørligt. Tað eydnaðist at fáa hesar tingmenn at leggja uppskotið fram í hesi raðfylgju: Lasse Klein, Hendrik Olsen, Tordur J. Niclasen, Signar á Brúnni, Jákup Olsen, Ingeborg Vinther og Jógvan A. Johannesen. Bæði áðrenn, undir viðgerðini í tinginum og meðan málið var í nevnd, hevði undirritaði tætt samstarv við Jógvan I. Olsen og Hendrik Old, sum vóru heitir talsmenn fyri at varðveita posthúsini í verandi líki, og skulu vit takka, sum Tordur J. Niclasen, so beint ger, so eiga vit ikki at gloyma teirra leiklut undir viðgerðini í tinginum. vit skulu heldur ikki gloyma teir møguleikar sum postverkið hevur fyri at økja munandi um tænastustøði, at menna um uppgávurnar við einum víðkaðum tænastustøði við t.d. útbering av posti og møguliga øktum upplatingartíðum, umframt størri kundatænastu gjøgnum postgirostovuna, serliga í bygdum har eingin peningastovur er. Vit fara sjálvandi at fylgja væl við hvussu leikur fer fram í einum máli, og hvørji stig nýggi landsstýrismaðurin í postmálum Ivan Johannesen fer at taka í samband við lógarbroytingina, og vónandi hevur hann longu tikið stig til at tryggja umtalaðu posthús, soleiðis sum bæði lógarbroytingin og viðmerkingarnar leggja upp til. Lasse Klein Áki Bertholdsen Tey finna loysnirnar saman við fólkinum Hesi seinastu árini eru Føroyar blivnar nógv reinari. Kommunurnar hava rættiliiga fingið blóð uppá tonnina og tær vilja hava at arbeiðið heldur fram Seinastu árini eru Føroyar blivnar nógv reinari. Umhvørvið er ikki longur eitt sveimandi hugtak, sum øll tosa um, men sum onghin ger nakað við. Tað eru kommunurnar, sum hava ábyrgdina av, at umhvørvislógin verður hildin. Og hóast tað mangan er funnist at kommununum, at tær gera lítið og onki við umhvørvismál, tykist tað, sum um tær nú rættiliga hava fingið blóð uppá tonnina. Startskotið til nýggja umhvørvismedvitið, var, táið 16 kommunur vóru við í einum norðurlendskum umhvørvistiltakið. Tað var Durita Brattaberg, sum samskipaði arbeiðið í Føroyum og tað endaði, táðið Sandavágur bleiv vald til Føroya reinastu bygd. Men kommunurnar vóru so væl nøgdar við tiltakinum, at 23 kommunur meldaðu seg til tá ið hildið varð fram við arbeiðnum. Nú varð tað undir leiðslu av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har ið Durita Brattaberg varð sett í starv sum samskipari. Kommunurnar, sum vóru við, vóru: Svínoyar, Klaksvíkar, Kunoyar, Mikladals, Leirvíkar, Gøtu, Runavíkar, Nes, Kollafjarðar, Tórshavnar, Kirkjubøar, Vestmanna, Kvívíkar, Sandavágs, Sørvágs, Mykinesar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar, Hvalbiar, Fámjins, Porkeris og Vágs kommuna. Annað stigið í umhvørvisarbeiðnum endar nú 1. mars. Men framvegis eru kommunurnar sinnaðar at halda fram við arbeiðnum, so nú verðu triða stigið fyrireikað. Í tí sambandinum hava allar kommunurnar fingið innbjóðing frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um at vera við í tiltakinum. Kommurnar fíggja sjálvar tiltakið, saman við landskassanum. Men tað er bíligt. Kommunurnar betala eitt grundgjald uppá 3.500 krónur, og afturat tí betala tær 1 krónu fyri hvørt fólk í kommununi. Av røttum skuldu kommunurnar melda til í seinasta lagi í dag. Men av tí at tað er misjavnt, hvussu ofta tey ymsu bý- og bygdaráðini hava fund, ber eisini til at melda til í komandi viku, sigur Durita Brattaberg. Helst fer hetta umfarið at vara í eitt ár, men sumamr kommunur vilja hava tað at vara í tvey ár. Saman við fólkinum Durita Brattaberg á heilsufrøðiligu Starvsstovuni sigur, at hon hevur lagt stóran dent á at tey tiltøk, sum eru framd, eru framd í tøttum samstarvi við kommunurnar. Tí hevur hon gjørt nógv burturúr at ferðast kring landið at halda fundir við kommunufólk um, hvat tey halda, er mest átrokandi at fara í holt við. Hon sigur, at mangan verður orðið umhvørvið uppfatað sum nakað sveimandi og fløkt. - Men tað, hetta snýr seg um, er nærumhvørvið - tað umhvørvið, sum borgarin dagliga ferðast í, og ávirkast av, t.d. kloakkir og órudd o.s.fr. Og hon sigur, at av tí at nógvar kommunur hava avmarkaða umsiting, er týðiliga komið til sjóndar, at upplýsing og leiðbeing er tað, sum stórur tørvur er á. Tí er eitt úrslit av arbeiðnum hetta seinasta hálva árið, at ein hondbók er gjørd við ymsum leiðbeiningum í. M.a. er umhvørvislógin umskrivað til vanligan tekst, tí lógartekstur kann vera sera trupul og fløktur at lesa hjá leikfólki. Somuleiðis eru nøkur standardskriv gjørd, sum kunnu brúkast í ymsum sambondum. T.d. táið kommunan vil hava ein borgara at beina eitt gamalt bilvrak burtur, ella at taka eitt gamalt hús niður, sum kann verða til ampa. Ella talan kann verða um, at ein borgari klagar um annan borgara, sum er so órøkin, at tað er til ampa hjá ørðum. Hetta er gjørt, tí at tað er ongin loyna, at fólk ofta ikki vitað, hvussu tey skulu skriva slík brøv - og til hvønn, tey skulu stílast. Men ikki minst kann slíkt verða trupult at hava við at gera, á smábygd, har í viðurskiftini eru smá. Hom mælir tó til at brúka hesi standardbrøvini við størsta varsemi, tí tað er heldur einki stuttligt at búgva í eini bygd, har ið annarhvør borgari er klagaður um hetta ella hitt. Í hesi hondbókini eru eisini upplýsingar til borgaran um umhvørvismál. Vilja halda fram Nú eru so kommunurnar sinnaðar at halda fram við arbeiðnum. M.a. er ætlanin at gera ein vegleiðing í umhvørvismálum, tí Durita Brattaberg heldur, at tilvitanin um umhvørvismál er ikki altíð líka góð. Men tað heldur hon er onki løgið, tí tað er ikki lætt hjá leikfólkið at seta seg inn í fløktan lógartekst. Hon heldur eisini, at henda vegleiðingin kann umfata ymisk ávís mál. Tvs, hvussu kommunan eigur at vera seg at í ávísum førum. Durita Brattaberg heldur, at ein slík vegleiðing kann lætta munandi um arbeiðið hjá teimum í kommununi, sum hava ábyrgdina av umhvørvismálum. >>El Ni~no<< Veðurlagsfyribrigdið >>El Ni~no<< er við at hvørva aftur á hesum sinni. Tað vistu serfrøðinagar á einum universiteti í Chile at siga chilenskari pressu hósdagin. >>El Ni~no<< ávirkar veðurlagi í Kyrrahavinum, so alt fer út at koyra. Og tað hevur ávirkan eisini á okkara leiðum, um enn eitt sindur óbeinleiðis. Til dømis mistu europeiskir alarar nógvan pening í fjør orsakað av, at minni varð veitt av Kyrrahavsansjósum, sum so aftur gjørdi, at prísurin á fiskamjøli og -olju hækkaði. >>El Ni~no<< var í hæddini um miðan december í fjør, tá meðalhitin í sjónum var um fýra stig hægri enn vanligt. Nú er sjóarhitin so smátt farin at lækka aftur í teimum umráðunum í Kyrrahavinum, har streymurin hevur verið. Vindurin veksur so smátt við kós móti Suðuramerika, samstundis, sum aftur er farið at fjara. >>El Ni~no<< verður sostatt nakrar mánaðar gamal hesaferð, um tað nú veruliga er so, at fyribrigdið er í minking. Tí tað er nevniliga eingin, sum við fullari vissu kann staðfesta tað. Hóast nú sær betri út, er >>El Ni~no<< ikki liðugur á sínum skaðiliga umfari kortini. Sagt verður, at >>El Ni~no<< nú hóttir meginpartin av Peru. Í seinastu viku doyðu 39 fólk í áarføri, meðan fleiri ikki eru aftur í aftur komin. Materiellu skaðarnir verða mettir til einar 100 milliónir dollarar. >>El Ni~no<< merkir dreingjabarn ella Jesusbarnið. Eitt annað fyribrigdi er, sum nevnt verður >>La Ni~na<< og merkir gentubarnið. >>La Ni~na<< ger vanliga lægri sjóarhita enn miðalhitan. Og ofta gongur >>El Ni~no<< yvir í >>La Ni~na<<. Men serfrøðingarnir tora ikki at lova, at soleiðis verður hesaferð. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Lot til andøvsgul av útnyrðingi ella av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Veðrið leygardagin: Lot til andøvsgul av vestri, seinni stívt andøvsgul av útsynningi. Yvirhøvur turt og møguliga sólglottar og hitin millum 2 og 6 stig. Veðrið sunnudagin: Fyrst gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri og yvirhøvur turt og sólglottar. Seinni veksur hann vindin upp í hvassan vind og kanska regn. Hitin millum 2 og 6 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri og stundum regn ella ælingur. Hitin millum 1 og 5 stig. Seinni minkar hann vindin nakað. Í gjár: Eitt lágtrýst, 985 hPa. við Jan Mayen fer í landnyrðing og grynnist. Eitt lágtrýst, 1010 hPa. vestanfyri Írland fer suðureftir. Í dag: Eitt hátrýst mennist beint sunnanfyri Ísland og tað fer væntandi spakuliga suðureftir komandi dagarnar. Mánadagin fer ein nýggj kuldabrúgv um Føroyar vestaneftir. Leygardagur 24. januar 1998 jan muller jan@sosialurin.fo Oljulógin helst samtykt hálv-an februar Limirnir í Vinnunevndini fara í næstu viku undir at skriva álit til uppskot um oljulóg. Formaðurin miðjar móti at hava álitið klárt at leggja fyri tingið í aðru viku. Hann roknar við, at lógin kann verða samtykt hálvan februar. Eftir tað verður so farið undir at viðgra uppskot til skattalógir - sum skal vera grundarlagið undir 1. útbjóðing, ið eftir øllum at døma verður fyri summarfrítíðina Gongst sum ætlað og verða flokkarnir samdir um eina komandi oljulóggávu, so verður uppskotið helst samtykt um hálvan februar. Jørgen Niclassen, formaður í Vinnunevndini sigur, at nevndin vónandi kann fara undir at skriva álitið í málinum í næstu viku, soleiðis at tað kann leggjast fyri tingið í aðru viku tvs. umleið 1. februar. Vinnunevndin hevur tosað við nógv fólk eftir, at uppskotið varð til 1. viðgerð á tingi í november. Teirra millum er løgmaður, sum umsitur oljumál og stjórin í Vinnumálastýrinum, Arne Poulsen. -Miðjað verður móti at koma við einum felags áliti, hóast tað eru mál, sum allir ikki eru samdir um enn. Men í tí stóra heila eru vit samdir sigur Jørgen Niclassen. Hann vísir á, at tað verða gjørdar nakrar broytingar í tí uppskotinum, ið varð lagt fyri tingið, men vil ikki siga, hvørjar hesar verða. Jørgen Niclassen er annars bjartskygdur hvat einum útbjóðingarumfari viðvíkur. Nevndin hevur fingið at vita frá løgmanni, at skattalógirnar í sambandi við eina útbjóðing eru so gott sum klárar og kunnu leggjast niðan í tingið í næstum. -Nú fáa vit so at síggja, hvussu verður við marknasamráðingunum við bretar. Sjálvur rokni eg við, at tað fer at koma glið á so ella so. Antin fáa vit í gongd aftur samráðingarnar á embætismannastigi ella verður eitt politiskt umfar. Eg rokni við, at hetta endar við, at vit fáa eina útbjóðing, áðrenn summarið kemur. Kemur ein loysn ikki til ta tíð, so endar málið í Haag og so kunnu vit bjóða tað út, sum er á okkara øki heldur formaðurin í Vinnunevndini, sum samtíðis hevur ta vón, at bretar fara at vísa føroyska grannanum so mikið av virðing, at teir ikki seta fót fyri eini útbjóðing á føroyskum øki. Leo Poulsen Føroyingar eru eitt lesandi fólk Martin Næs, landsbókavørður: Nýggja tøknin við teldum og Interneti hevur als ikki verið ein kappingarneyti til bókasøvnini. Tvørturímóti hevur hesin hentleiki økt munandi um tilboðini til ein alsamt vaksandi kundaskara Herfyri kom ársfrágreiðingin hjá Føroya Landsbókasavni fyri 1996 út. Henda frágreiðing er ikki eins umfatandi og tær undanfarnu, og hartil náddi hon júst at koma út, áðrenn 1997 var farið aftur um bak. Men hetta hevur sína frágreiðing. Doyðurin hevur nevniliga verið lagdur á, at leggja bókaheitini inn á eina telduskipan. Hetta hevði m.a. við sær, at landsbókasavnið var afturlatið 9 vikur í fjør. Arbeiðið hevur tó tikið væl longri tíð, og longu fyri sjey árum síðani byrjaðu fyrireikingarnar til hetta stórarbeiði, ið nevnda innlesing jú er. Samlaðu heitini á landsbókasavninum liggur um tey 130.000, og hesar 9 vikurnar í fjør summar vórðu ikki minni enn umleið 60.000 heitir løgd inn á telduskránna. Framman undan var nakað lagt inn, so í dag eru eini 70.000 heiti av teimum 130.000 inni á telduskránni. Nógva vitjan Í ársfrágreiðingini stendur nágreiniliga at lesa, hvussu nógv fólk hava lánt bøkur í 96, og hvussu nógvar bøkur vórðu útlántar. Somuleiðis ber til at samanbera við tølini fyri 1995, og her er ein týðilig øking at síggja. Sosialurin hevur tosað við Martin Næs, landsbókavørð og Óluvu Isaksen, bókavørð um leyst og fast í sambandi við landsbókasavnið. Tey bæði siga, at hóast knappliga 5.000 lánarar kanska ikki ljóða av so ógvuliga nógvum, so má minnast til, at hetta bert eru skrásettu lánararnir, tvs. teir lánarar, ið lána bøkur út av húsinum. Ein hópur av fólki nýtir møguleikan at koma inn á landsbókasavnið og arbeiða ella lesa inni har. Hetta er ein stórur partur av kundaskaranum, men hesin verður ikki skrásettur. Aðrastaðni er vanligt, at ein sonevndur teljari verður settur upp nærhendis úthurðini, ið skrásetur øll tey, ið vitja bókasavnið. Á tann hátt ber til nágreiniliga at skráseta øll tey, ið nýta bókasavnið, bæði tey, ið lána bøkur út av húsinum, og tey, ið gera nýtslu av tilboðunum á sjálvum savninum. Hetta halda tey bæði kundi verið ynskiligt at havt eisini á landsbókasavninum, tí so kundi ein betri heildarmynd fingist av, hvussu stór vitjanin á savninum var um árið. Mest yrkisbøkur Men hvat lána fólk so yvirhøvur? Jú, fyrst og fremst má sigast, at tað eru yrkisbøkur. Broytta skúlaverkið hevur gjørt tað alt meiri vanligt, at arbeitt verður við >>projektum<<. Hetta krevur ofta serligan lesnað, sum í mongum førum bert finst á bókasøvnunum. Eitt annað, ið eisini ávirkar vitjanina á bókasøvnunum er, at í dag er alt meiri vanligt, at bert fáar bøkur verða keyptar til ávís evni, og so verður heitt á næmingarnar - og roknað við - at tey útvega sær restina av upplýsningunum frá bókum, tey leita sær fram á bókasøvnunum. Hetta er sjálvandi mest galdandi fyri næmingar, ið eru komnir úr fólkaskúlanum, og eru í miðnámsútbúgving og hægri lestri. Tvs. frá student og frameftir. Hetta merkir sjálvandi, at tørvurin á bókasøvnum økist alsamt, og landsbókasavnið hevur eisini brynjað seg til hesa øktu avbjóðingina. EDV eitt vælsignilsi Sum nevnt er stór orka løgd í at leggja bókaheitini inn á telduskipan. Hetta hevur bøtt munandi um leitimøguleikarnar, eins og hetta hevur lætt avgerandi um. Nú ber til at finna nágreiniliga fram til tað, lánarin ynskir eftir fáum sekundum. Við gomlu skipanini var bert møguligt at finna fram til bólkar, og so mátti hyggjast at hvørji einstakari bók. Við telduskipanini kann finnast fram til júst tað evni, ið lánarin ynskir. Eitt annað, ið hevur økt munandi um møguleikarnar og hækka tænastustøðið ógvusliga er, at um Internetið ber til at finna fram til bøkur um stóran part av heiminum. Tað sigur seg sjálvt, at landsbókasavnið kann ikki liggja inni við øllum bókum, serliga ikki, tá talan gerst um fremmand mál. Men tá er skjótt og lætt at fara inn á Internetið og leita fram eina ávísa bók, ið lánarin ynskir. Tú finnur ikki bert fram til, hvørt bókasavn hevur hesa bók, men tú sært eisini beinanvegin, um henda ávísa bók í løtuni er útlænt og um so er, nær tú kanst lána hana - hvar í røðini tú í fall stendur. Hetta kann spara nógva og drúgva bíðitíð. Fyrispurningar um allan heim Eitt annað, ið hevur vundið nógv upp á seg, eftir at fólk hava varnast Internetið hjá landsbókasavninum, er, at fyrispurningar javnan koma á netinum. Í flestum førum er hetta fyrispurningar um føroyskar bøkur ella føroyskt tilfar, ið skal verða nýtt í einumhvørjum sambandi, tað verið seg uppgávur ella kanningar um Føroyar. Hesir fyrispurningar koma ikki bert frá føroyingum, ið lesa uttanlands, men so sanniliga eisini frá útlendingum. Og um nærum allan heim, kann leggjast aftrat. Sigast kann tí, at Internetið á landsbókasavninum er við til at upplýsa útlendingum um Føroyar og at skapa áhuga fyri Føroyum og føroyingum. Men sjálvandi koma eisini fyrispurningar frá føroyingum herheima, og landsbókasavnið skrásetir allar slíkar fyrispurningar. Ikki minst tí, at ikki ber altíð at svara upp á standandi fót. Hesir fyrispurningar kunnu røkka so víða sum frá nýrasjúkum um Japan undir seinna heimsbardaga til alt um Barbaru. Dagbløðini á mikrofilmi Ein onnur tænasta, ið lættir um hjá teimum vitjandi, er, at øll dagbløðini nú eru at finna á mikrofilmi. Hetta ikki bert lættir um, tí drúgt kann vera at blaða fleiri árgangir ígjøgnum, og hartil bøtir hetta eisini munandi um slitið á upprunabløðunum. Landsbókasavnið hevur fýra tól, har til ber at leita á mikrofilmunum, og tvey av hesum tólum kunnu skriva út tað, ein ynskir sær av tilfari úr hesum dagbløðum. Ikki bert tey bløð, sum í dag verða útgivin, eru á mikrofilmi. Eisini fyrrverandi útgávur so sum Føroyingatíðindi, Eysturoyggin, Alt um Ítrótt o.s.v. eru at finna á hesum mikrofilmum. Eisini finnist yvirlit yvir útgávuárini hjá ymisku bløðunum, og tí ber skjótt og væl til at siga, nær bløðini komu út fyrstu ferð, og nær tey góvust. Men menningin steðgar ikki her. Martin Næs sigur, at teir hava ætlanir um, at brenna alt inn á fløgur. Tá fer tænastan at vera á einum so høgum stigi, sum næstan tilber. Tá kunnu fólk lána fløgurnar heim við, og so í frið og náðum leita eftir tí, tey hava brúk fyri. Er talan t.d. um eina ávísa grein úr einum ávísum blaði, men tú ikki veit júst nær, henda grein stóð í, ber til at leita eftir ávísum orði, ið kann leiða teg beint til greinina. Eitt nú navnið á tí, ið greinina hevur skrivað. Mest føroyskt tilfar Sum nevnt fyrr í greinini, finnast eini 130.000 bókaheiti á landsbókasavninum. Við í hesi rúgvuni er sjálvandi talt alt tað, sum út er komið á føroyskum. Martin Næs sigur, at ein av høvuðsuppgávunum hjá landsbókasavninum er júst at savna allar føroyskar bøkur - ella rættari sagt allar føroyskar útgávur. Tað verið seg dagbløð, vikubløð, bøkur, ja, stutt sagt alt, ið verður givið út á føroyskum, so ella so. Prentsmiðjurnar hava eina beinleiðis ábyrgd av at lata landsbókasavninum eintøk av øllum, teir prenta. Men sjálvandi eru ikki bert bøkur á føroyskum máli at finna á landsbókasavninum. Útgávur á hinum norðurlendsku málunum verður roynt at keypa so sum fíggjarliga orkan er, og eisini finnast fleiri enskar bøkur í savninum. Landsbókavørðurin vísir á, at fyri bert fáum árum síðani, var neyvan talan um at lána enskar bøkur út til onnur enn fakfólk, men í dag tykist málsliga forðingin vera sera lítil - fyri ikki at siga eingin. Hetta metir hann fyri ein part er orsakað av broyttu skúlaskipanini, men so sanniliga eisini av sjónvarpinum. So tað er ikki bara til tað ringa. Vaksandi kundaskari Fyri aftur at venda okkum til ársfrágreiðingina fyri 1996 sæst, at stór øking er, bæði í talinum av útlánum og av kundum. Útlánini vóru í 1995 um 11.000, meðan tey í 96 vuksu upp í 14.500. Eisini talið á fólki, ið lántu á landsbókasavninum vaks úr 3.550 í 95 til 4.850 í 96. Bæði Óluva Isaksen og Martin Næs eru samd um, at tølini fyri 1997 fara at vísa ein munandi vøkstur. Men tey tora kortini ikki at gita um nøkur nágreinilig tøl enn. Einki er tó at ivast í, at kundaskarin er vaksandi. Hetta ikki minst eftir at fólk hava kent, at landsbókasavnið við telduútgerð og Interneti kann veita eina nógv betri tænastu. Og so kunnu fólk eisini sjálvi hjálpast á Internetinum, hava tey hug til tess. Landsbókasavnið hevur nevniliga eina teldu burturav til lánarar, har teir sjálvir kunnu leita seg fram til tað, teimum lystir. Henda teldan er upptikin frá tí bókasavnið letur upp, til tað læsir aftur. So ynskiligt hevði verið við fleiri slíkum. Fólk kenna sær ábyrgd Tað hoyrist onkuntíð um, at fólk knappliga finna eina bók onkunstaðni í húsinum, sum tey í sínari tíð hava lánt á bókasavninum, men sum tey langt síðani hava gloymt alt um. Men hetta er ikki nakar gerandiskostur fyri tey á landsbókasavninum. Skipanin er annars hon, at verður ein bók ikki borin aftur, verður áminningarskriv sent út. Hetta verður gjørt tvær ferðir, og triðju ferð verður so rokning send fyri bókina. So mugu fólk stríðast við Gjaldstovuna um tað, sum Óluva tekur til. Men tey bæði vísa á, at hetta hendir sera sjáldan - kemur nærum ikki fyri. Fólk kenna sær ábyrgd í so máta. Tey vita, at bera tey ikki bókina aftur, fáa onnur fólk heldur ikki gleði av henni. Og, sum Martin Næs vísir á, so eru bókasøvnini nærum einasta staðið, har tú kanst fáa eina tænastu uttan at gjalda fyri hana. Sum eitt uppískoyti kann nevnast, at tá greinskrivarin skuldi fáa avtalu í lag við Martin Næs, sá hann í telefonbókini, at opið var millum kl. 13 og 21 mánadag til hósdag og frá 13 til 18 fríggjadag. Men hetta er tó ikki so. Landsbókavørðurin vísir á, at her er ein feilur í, og opið er mánadag til mikudag frá kl. 10 til 20 og hósdag og fríggjadag frá kl. 10 til 17. So skuldi eisini tað verið komið upp á pláss. Uppskot kemur um vikuskiftið Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum, sigur, at arbeitt verður við at fáa eina loysn á skúlatrætuni, sum nú hevur vart tríggjar vikur. Landsstýrið fer at koma við eina ótraditionellari loysn, sigur hann Eisini Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum vónar, at ein loysn kemur heilt skjótt. Hann sigur, at Landsstýrið arbeiðir miðvíst við fleiri uppskotum til loysn. Og hann væntar, at tey kunnu leggjast fyri Yrkisfelagið longu um vikuskiftið. Hvat innihaldið í uppskotunum er, vil hann ikki upplýsa, men hann sigur so mikið, at tað eru bæði hann sjálvur, og Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum standa aftan fyri uppskotini. >>Og tað verður ein ótraditionell loysn,<< sigur Eilif Samuelsen. Men hann sigur tó, at sjálvandi ger Løgtingið, sum tað vil. So um Løgtingið samtykkir einahvørja lóg, verður ringt há honum at avgreiða málið eftir sínum uppskotum. Eilif Samuelsen viðgongur, at tað er ein ólukkulig støða, sum er íkomin. Og tað eru bara næmingarnar, tað gongur út yvir. Hann sigur, at nú er talan um prinsipp, og at Landsstýrið ikki ætlar sær at tapa. Samstundis sigur hann, at tað eru lærararnir, sum ikki vilja samstarva. Teir vilja bara tvinga síni egnu sjónarmið ígjøgnum, og tap kann Landsstýrið ikki ganga við til, sigur Eilif Samuelsen. Eilif Samuelsen er gagg gagg Hóast Eilif Samuelsen ikki var á fundi, nýtti Óli Breckmann høvið at siga fundarfólkinum frá, at Eilif er gagg, gagg, og at heysurin á honum er ein stórur knútur, allur, sum hann er Á pallborðsfundinum, sum næmingafelagið í Hoydølum skipaði fyri hóskvøldið, gekk ein stórur partur út upp á at siga hvør øðrum, hvussu tvørur Eilif Samuelsen er. Og sum ikki einaferð var tað Óli Breckmann, umboðandi Fólkaflokkin, sum toygdi seg longst. So langt, at orðstýrarin bað um at fáa meira stíl yvir orðalagið. >>Vit, sum sita her, gera tað fyri atkvøður. Tað hevur Eilif Samuelsen ikki fyri neyðini fyri at vera í politikki,<< segði Óli Breckmann. >>Hann hevur roynt, men hann fekk ongar.<< Og Jenis av Rana, sum umboðaðið Miðflokkin, nýtti møguleikan at siga fundarfólkinum frá, at Eilif Samuelsen, sum Óli Breckmann nú hevði lýst so nágreiniliga, júst situr í Landsstýrinum, tí Óli Breckmann og hansara flokkur hava valt hann og halda honum uppi har úti í Tinganesi. >>Hatta er ikki annað enn, tað, sum altíð er komið frá Óla Breckmann,<< segði Eilif Samuelsen í viðmerking, tá Sosialurin setti seg í samband við hann eftir fundin. >>Frá Óla Breckmann er ongantíð enn komið nakað sum helst ordiligt. Hann gongur bara eftir manninum, og hatta lýsir akkurát Óla Breckmann. Tað hevði undrað meg nógv meira, um tað kom nakað seriøst frá hasum manninum<< segði Eilif Samuelsen í viðmerking eftir fundin. >>Fyri Óla Breckmann er tað heila bara sjónleikur. Hann meinar onki álvarsligt við nakað sum helst,<< sigur Eilif Samuelsen. Hættilslig støða Støðan er hættislig, so nú má okkurt henda, segði Absalon Østerø, formaður í Næmingaráðnum, tá hann í eini næstan fullsetari høll setti fundin á Læraraskúlanum. Har vóu næmingar, foreldur og lærarar komin saman at lýða á, hvat politikkararnir, foreldraumboðið og næmingaumboðið við pallborðið høvdu at siga. Tað undraði formannin, at Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum, ikki var møttur. Fyri Sambandsflokkin møtti Bjørn á Heygum, meðan Fólkafloksstólurin stóð tómur, tá fundurin byrjaði. Trý korter eftr, at fundurin var byrjaður, kom Óli Breckmann og setti seg í stólin. Men hann tók ikki orðið tvær-tríggjar tær fyrstu ferðirnar, hann fekk tað boðið, tí hann mátti fyrst finna út av, hvat málið snúði seg um. Og allir pallborðsluttakararnir vórðu so æviga samdir um, at tað líkist ongum, at næmingarnir ganga fyri lút og kalt vatn, meðan lærarar og umsiting klandrast. Men ongin hevði nakað ítøkuligt boð upp á, hvussu málið skuldi loysast. Lógaruppskot Tað mest ítøkiliga kom frá Jenisi av Rana, sum segði frá, at Miðflokkurin fór at leggja uppskot fyri Løgtingið um at loysa málið. Men tað helt Signar á Brúnni, úr Tjóðveldisflokkinum, ikki vera nakað serliga gott hugskot, tí tað tekur alt ov langa tíð. Annars undraðist hann á, at eitt mál, sum byrjaði sum eitt fíggjarmál, við tað, at talan var um samanlegging fyri at spara eina hálva millión, fyrst var gjørt til undirvísingarmál fyri síðan aftur at enda sum fíggjarmál. Her er ov lítð skil í, helt Signar á Brúnni. Hann hevði, sum flestu aðrir luttakarar, ætlað at sett Eilifi Samuelsen og Anfinni Kallsberg, landsstýrismonnum, nakrar spurninar, men hvørgin teirra var á fundi. Vilhelm Johannesen, úr Javnaðarflokkinum, helt, at tað var løgið, at løgmaður skuldi vísa aftur eini áheitan um at taka sær av málinum. Grundgevingin var, at hann kundi ikki taka eitt mál úr hondunum á landsstýrismanninum, sum umsitir málið. Í hesum førinum Eilifi Samuelsen. >>Tað er løgið, tá vit vita, at hann uttan nakað kundi taka øll málini frá Sámal Peturi í Grund,<< segði Vilhelm Johannesen. Magni Dalsgaard, foreldraumboð við pallborðið, segði, at arbeiðssteðgurin kom í so óvart á foreldur og næmingar. Og hann fýltist á, at næmingarnir einki fáa gjørt, um teir høvdu ætlað at brúkt verkfalstíðina til nakað skilagott, tí tey hava ongar bøkur. Bara fotoavrit av ymsum pappírum. Gerðarættur Fleiri av luttakarunum á fundinum vóru inni á, um ikki rætt var at lata málið avgera við ein gerðarætt. Og nógvar vóru meiningarnar um tað. Bjørn á Heygum eftirlýsti, hví Yrkisfelagið ikki vildi lata málið í ein gerðarætt til avgerðar. Til Hetta svaraði ein nevndarlimur í Yrkisfelagnum, sum tó ikki sat við pallnborðið, at einki var, sum hindraði, at málið fór í gerðarættin. Tað vilja lærararnir fegnir, segði hon. Men treytin er, at lærararnir sleppa aftur til arbeiðis, og at næmingabýtið í flokkunum er tað sama, sum fyri jól. Fundarfólkið fekk eisini høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum. Tað kom rættiliga greitt fram,at tað mest vóru næmingar og avvarðandi, sum vóru á fundi og tóku orðið. Mest sum alt gekk upp á at vita, hvat Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum, ætlaði at gera. Men hann var, sum kunnugt, ikki á fundi, og fekk tí ikki svarað. Men so mikið varð troðkað á, at Bjørn á Heygum og Óli Breckmann, sum umboðaðu samgonguna, mestsum lovaðu, at teir skuldu fara at tosa við Eilif Samuelsen, landsstýrismann longu dagin eftir. Tað vil siga, at Óli Breckmann skuldi taka Eilif Samuelsen við hørðum, so hann skilti, at hann var ikki serliga væl fyri í hesum málinum. Men saman við teimum trimum andstøðutingmonnunum, sum væntaðu sær stuðul frá flokkum sínum, uttan tó at lova nakað víst, letur til, at meiriluti kann gerast á Tingi, sum gongur í móti landsstýrismanninum í hesum máli. Spurningurin, sum hangandi varð eftir, er so, hvussu skjótt ein loysn kann væntast? Og tað vóru onkrir áhoyrarar á fundinum sum høvdu góðar vónir. Rektararnir á studentaskúlunum í Hoydølum og á Kambsdali, Mads Winther og Sámal í Skorini, tóktust báðir vóna, at teir longu mánadagin, kundu bjóða næmingum og lærarum væl aftur komin í skúla. Mads Winther, rektari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, sigur í viðmerking, at hann heldur, at her loysnaði okkurt á fundinum. Og Sámal í Skorini helt, at tað var ein ávísur seriøsitetur á fundinum. Og at bæði Bjørn á Heygum og Óli Breckmann boðaðu frá, at teir vildu royna a ávirka Eilif Samuelsen, helt hann vera positivt, um enn mátarnir, teir ætlaðu at brúka, vóru eitt sindur ymiskir. >>Eg kenni á mær, at fólk nú taka hetta í álvara, og tað fer at gera tað, at okkurt hendir,<< segði Sámal í Skorini. Áki Bertholdsen Tað hevur ofta verið súrt um Hestin Hann hevur koyrt við børnum upp um Hestin í 20 ár. So fáur veit betri enn hann, hvussu stórur lætti tað er, nú at hava fingið tunnil undir Hestin. Men hóast tað ofta hevur verið ringt, hevur tað altíð eydnast at fáa børnini heim aftur - Hetta er ein Harrans lætti. Hetta skuldi bara verið gjørt fyri langari tíð síðani. Fáur veit betri enn Rudolf Midjord á Økrum, hvussu stóran týdning tað hevur fyri sumbingar, at teir nú hava fingið tunnil undir fjallið, og sostatt sleppa undan at noyðast eftir tí langa, smala vegnum, við teimum 12 hárnálssvingunum, allar teir 400 metrar upp um Hestin. Hann hevur koyrt við skúlabørnum ímillum Sumba og Vág í 20 ár og hevur tí mangan merkt á sínum egna kroppi, hvussu ófantaligt tað kann vera at fara upp um fjøll ein ringan vetrardag. Men nú kann hann ikki annað enn fegnast um tunnilin vegna avloysara sín við rattið í skúlabussinum, tí nú er hann fallin fyri aldursmarkinum við tað, at hann er farin upp um tey sjeyti og noyddust sostatt at gevast á nýggjárinum. Men hann slapp tó at royna, hvussu tað var at koyra ígjøgnum tunnilin. Tí hann fekk ein einasta túr við skúlabørnum ígjøgnum hann eftir at hann var latin upp fyri almennari ferðslu tann 18. desember - og so fóru børnini í jólafrí. - Men táið rætt skal vera rætt, so hava teir hjá landsverkfrøðinginum verið so beinasamir, at teir mangan hava ruddað báði amboð og maskinur til viks og hava latið okkum sloppið at koyra ígjøgnum tunnilin í longri tíð, tá ið ring koyrilíkindi vóru, hóast hon ikki var liðug, sigur hann. Dámt væl Rudolf Midjord sigur, at hann hevur dámt gott at koyrt skúlabørn og børnini hava verið fitt at fáast við, hóast tey onkuntíð hava verið eitt sindur buldraslig. Í løtuni eru 17 børn úr Lopra og av Økrum og 19 úr Sumba, og tað er tað mesta, sum hevur verið. - Men tað er ongin ið trýr, hvussu stórur munur tað er, báði ein og annan veg, at koyra ígjøgnum tunnilin, heldur enn at noyðast upp um Hestin. Rudolf Midjord sigur, at tað ofta hevur serið sera trupult at at koyra eftir fjallavegnum upp um Hestin. - Tað hevur ofta verið súrt. Vanliga var tað 20 minuttir at koyra úr Vági til Sumbiar. - Tað longsta, eg havi havt um vegin, er fimm tímar, men tað var í lastbili. Tá var so nógvur kavi, at tað slapst ikki fram. - Men tað longsta, eg havi havt við skúlabørnum, er tveir tímar. Eisini tað ferðina var kavarok. Hann viðgongur, at hann meiri enn so hevur verið nervøsur tá ið hann er farin á fjøllini í skúlabussinum. - Tað vóru børn eg hevði í bilinum, so tað slapst ikki undan, eg eg hugsaði um tað. Hann heldur eisini, at tað var sjálvdan, at børnini vóru bangin. Men sjálvandi var onkur ímillum. Treyðugt so var ringast, táið báði stormur og kavi var. Men annars var tað sera trupult tá ið ísur legðist á vegin, tí svingini eru so mong, og ofta so brøtt, at tað var ringt at sleppa um tey, báði niðaneftir og omaneftir. Og, hvussu ofta, hann hevur verið noyddur at venda við aftur, hevur hann ikki tal á. Hóast tað ofta var hart, er tað bara einaferð hent, at bussurin varð tikin av vindi. Men tíbetur varð bussurin bara snaraður tvørur á vegnum og fór ikki útav. Tá var bara eitt barn við. Annars er tað hent einaferð, at ein bussur, fullur av skúlabørnum varð tikin útav vegnum av vindi og bóltaði runt. - Men til alla lukku meiðslaði ongin seg, hóast tað lættliga kundi enda heilt galið. Hann sigur at tað galt um at fylgja serstakliga væl við veðurtíðindunum og eftir, hvørji tekin vóru á luftini og í náttúruni annars um veðrið. - Men eingin kann tryggja seg 100% ímóti veðrinum, og báði ta ferðina, hann fór tvørur á vegnum, og ta ferðina, bussurin fór útav, tók stormurin seg brádligari og øðrvísi upp, enn væntað. Hóast teir hava verið noyddur at venda við mangan, hevur tað ongantíð hent seg, at skúlabørnini ikki eru sloppin heim aftur. - Antin eru tey ikki farin í skúla um morgunin. Ella eru tey sloppin úr skúlanum áðrenn tey áttu at fáa frí, tá í útlitini hava verið so ring, at tað hevði verið óráð at bíða. Og hevur vindur tikið seg upp, plagdu vit skipað fyri, at fáa persónbilar at koyra tey suður. Ampin er ringur Eitt er at tað er ringt at koyra í kava, ísi og stormi. Men eitt, sum Rudolf heldur hevur verið líka ringt, er tann ampi, fólk hava kent á sær, táið tey skulu upp um Hestin. - Tann ampi, foreldur hava kent á sær, táið børnini skulu í skúla, er ikki lítil. - Ella tann ampi tey hava havt á sær, um tað nú var ráðiligt at fara til arbeiðis í morgun. Ella sleppa vit heimaftur? Ella sum ein sumbingur tók til: Tað eru ring koyrilíkindi 300 dagar um árið, antin av mjórka, kava, ísi, ella vindi. Tað gjørdi fólk til nervavrak og tað eru ikki so fáir arbeiðsdagar mistir av tí sama. Eitt annað, sum lýsir, hvussu trupult tað hevur verið hjá sumbingum, er, at táið tað hevur verið hált í fleiri dagar, hevur ikki verið óvanligt, at oljumenninir í Vági hava verið noyddur til Sumbiar við smáum dunkum av húsarhaldsolju, so fólk ikki skuldu sita køld, tí teir hava ikki torað við oljubilinum. Mugu ansa sær í tunnlinum Hóast Rudolf Midjord nú fegnast um, at tunnilin er komin, heldur hann, at tað er eitt minus, sum fólk eiga at skriva sær aftanfyri oyrað. - Og tað er, at har tunnilin kemur út, er sera vindhart. - Tú kanst skjótt vera um ein háls, tú kemur koyrandi í góðum toli einar 80 km. um tíman úr tunnilskjaftinum og endar í eini harðari hvirlu, sum rakar teg sum eitt byrsuskot. Hann sigur, at Lopransmegin tað serliga er táið hann liggur av útnyrðingi og útsynningi, at fólk skulu ansa eftir uppi við tunnilin. - Er útnyrðingur, kann tað saktans vera blanka stilli á fjørðinum, men rættiligar skaðahvirlur uppi við tunnilin. Sumbiarmegin er tað serliga landnyrðingurin, fólk skulu vara seg fyri. Men alt hetta eru smávansar, sum ríkiliga verða uppvigaðir av fyrimununum tunnilin gevur. Nú eru ikki meiri enn 10-12 minuttir ímillum Sumba og Vág. Og tað er so nógv lættari, tí tað er at kalla frameftir sjónum allan vegin, tí tað var báði strævið, og ringt fyri bilarnar at toga seg 400 metrar ígjøgnum øll svingini upp um Hestin. Er løgd í skeivum stað Annars heldur hann, at tunnilin er lagdur á skeivum stað. - Har, sum tunnilin gongur inn í Lopra eitur " Á Lopinum" - Bara tað mátti sagt monnum nokk. Hann heldur, at tað hevði verið munandi betri at lagt tunnilin longri úti, so hann kom út í Vikarbyrgi og helt fram haðani til Sumbiar. Tað hevði eisini givið tann vinning, at so hevði landsverkfrøðingurin kunna gloymt alt um kavarudding á tí gamla vegnum til Sumbiar, men so leingi vegurin til Víkarbyrgir gongur tnan vegin, ber illa til at lata hann liggja, heldur hann. Hóast nógv er sagt og skrivað um sumbiarbergholið, hvussu ringt fjallið hevur verið, ivast Rudoilf Midjord ikki eina løtu í, at tað er púra trygt at koyra ígjøgnum. - Eg havi ongantíð vitað, at nakað er dottið undan loftinum ta tíðina, vit hava koyrt ígjøgnum hana, áðrenn hon var liðug. - Og inni í tunnlinum er so nógv boltað, betongað, takt við plátum, og so nógv sement sprænt í rivur í fjallinum, at tað ber ikki til, at nakað leyst skal vera eftir, heldur hann. Yvir 60 ára gamal Tunnilin ímillum Lopra og Sumba kemur ístaðin fyri vegin, sum varð gjørdur fyri góðum 60 árum síðani. Gamli sumbiarvegurin varð gjørdur í 1929-33. Hann er tríggjar metrar breiður og møtipláss eru fyri hvørjar umleið 200 metrar. Tann 11 kilometra langi vegurin varð allur gjørdur við hond. Brúgvarnar vóru níggju í tali og tvørrennurnar 137. Vegurin varð boðin út í fáum 100 metra longum strekkjum. Tilfarið er tað, sum varð hondina - leirur, áarsandur og grót, umframt eitt sindur av sementi. Tilsamsans kostaði vegurin 96.000 krónur. Tað eru knappar 9.000 fyri meturin. Síðani vegurin varð gjørdur, hava ábøtur verið gjørdar javnan. Eitt nú er hann asfalteraður. Men nú varð tíðin komin at gera okkurt munagott við alt strekkið. Og har vóru tvinnir kostir íð at velja: Antin varð allur vegurin breiðkaður, ella var tunnil gjørdur. Í 1985 var avgerð tikin um at gera tunnilin. Tað styttir vegin munandi, men hevði nógvar jarðfrøðiligar trupulleikar við sær. Men nú slepst so afturfyri undan teimum ampum, tann gamli vegurin hevði við sær. Og hann fer nú bara at verða brúktur, táið fólk fara útferð út í náttúruna, sum er rættiliga sjáldsom har á leiðini. Áki bertholdsen Fara ikki av bygd at keypa Tað, sum øll útjaðarapláss stúra fyri, tá ið sambandið við "umheimin" batnar, er, at tað sindri av virksemið, sum er, verður flutt á tey størri plássini. Men soleiðis verður neyvan í Sumba fyri tað um tey nú hava fingið tunnil. Onki framleiðsluvirkið er í bygdini. Og at kalla einasta vinnulív, sum er, eru tveir handlar. Men hvørki av handilsfólkunum stúrir fyri, at sumbingar fara til Vágs at keypa, nú tað er blivið lagaligari at koyra. Elna Poulsen, sum hevur handilin Á Ólafløtti, heldur ikki, at sølan er minkað nakað síðani tunnilin læt upp. - Tað er ongin broyting í tí, heldur hon. Hon heldur ikki, at sumbingar fara til Vágs at keypa, uttan so at teir skulu hava okkurt útum tað vanliga, sum, sum ikki fæst í bygdini - Men í eini bygd sum Sumba er nógv fólk, sum ikki hava bil, ikki minst eldri fólk. Og tey hava so ongar møguleikar uttan teir, sum eru í bygdini, heldur ikki at keypa. Skuldu heldur útvega arbeiði Heldur ikki hin handilsmaðurin, Leivur Kjærbo hevur lagt merki til minkandi umsetning síðani tunnilin kom. - Vit eru limir í Samkeyp og hava tí góð tilboð árið runt. So tað er eingin munur á, hvar fólk keypa. Teir fyrstu dagarnar, tunnilin var opin, legði hann hevur tvørturímóti merki til, at uttanbíggja fólk, sum vóru komin ígjøgnum tunnilin at forvitnast, stukku inn á gólvið í handlinum. Annars heldur hann, at tað, sum hevur størri týdning fyri handilslívið, og trivnaðin sum heild, er, at fleiri arbeiðsplás verða skapt. - Arbeiðsloysið er stórt. - Í Sumba er onki arbeiðspláss. Og nógvir mans mistu arbeiði, táið tunnilin var liðugur. - Tað manglar eitt stórt, støðugt, arbeiðsplás í syðru helvt í Suðuroy. Hann sigur, at tey, smáu virkini, sum eru, muna ov lítið. - Kemur ikki okkurt stórt arbeiðspláss í hesum árinum, vænti eg, at tað verður heilt galið. - Ikki minst tí at fólk áv álvara eru við at missa stuðulin úr ALS, tí tey hava verið so leingi í skipanini. - Og fólkið flytir av plássum, har ið ongin trivnaður er, tí har er ikki verandi. - So eg eri eitt sindur spentur uppá, hvussu alt fer at ganga hesi nærmastu árini. Leivur Kjærbo heldur, at tað vísir seg ikki sum um teir privatu hava dirvið, ella møguleika at fara undir nakað stórvegis. - Tí haldi eg, at politikararnir skuldu vent kikaranum ímóti syðru helvt í Suðuroy og roynt at skapt okkurt. - So finst ikki ein politisk loysn á trupulleikunum vænti eg ikki, at nakað hendir Hann heldur, at nú í ov langa tíð hava politikarar mestsum gloymt tann dagliga politikkin, sum fær samfelagið at virka, tí øll hugsa bara um bankakanningina. - Samfelagið skal ganga víðari. Og fólkið má fáa møguleika at klára seg. Og tað førir onga leið, bara at stara seg blinda uppá eina bankakanning, sum kanska onki gevur í síðsta enda. Men annars heldur hann ikki, at tað hevði verið so galið um vit fingu eitt sindur avskrivað av uttanlandsskuldini so betri møguleikar vóru at ført ein politikk, sum bygdi nakað upp. Minningarorð um Eydnu Olsen f. 19. apríl 1953 - d. 17. desember 1997 Tungt er at byrja at arbeiða eftir sjólafrí við vissuni um, at Eydna ikki longur er okkara millum. Hesa somu tíð fyri einum ári síðani síggi eg í starvsbók míni ymiskar fundir við framtíðarætlanum fyri tey blindu og sjónveiku, har Eydna luttekur virkir. Óskiljandi at so skjótt skuldi ganga. Harrin hevði aðrar ætlanir við Eydnu. Eydna var sjónveik frá barni av, men dugdi serstakliga væl at liva við sínum breki. Eydna var eitt virkið menniskja, dugdi væl at leggja til rættis, fekk tað frá hondini, hon hevði ætlað og hon helt á, til hon hevði rokkið málið. Hon var avgjørd og visti tú tí altíð, hvar tú hevði hana. Eydna sat í nevndini fyri Føroya Blindafelag og var eitt tíðarskeið eisini formaður fyri felagið. Eisini umboðaði hon tey blindu í stýrinum fyri Føroya Blindastovn. Hennara góðu eginleikar gjørdu, at hon var góð at samvinna við. Síðan gongd kom á vevistovuna á Føroya Blindastovni, hevur Eydna myndað hana sum vevari - altíð stundisliga og vælgjørd. Hesi seinastu árini hevur stórur eftirspurningur verið til klæði til skjúrtið til okkara tjóðbúna. Henda framleiðsla gjørdist hjartamál hjá Eydnu. Við sínum kunnleika til vevin var hon álitið hjá øðrum vevarum og eisini okkum starvsfólkum. Altíð til reiðar at veita eina hjálpandi hond. Tað er tómligt, nú vevurin stendur tómur. Klæðið, sum stendur í hálvagekki, vitnar um mannaverk, sum ikki á hvørjum sinni fær vovið sína lagnu, sum ætlað. Hóast Eydna royndi at berjast móti herviligu sjúkuni, bar ikki til at vinna á. Tykkum, sum mistu, sýna vit okkara djúpu samkenslu. Serliga tær Jákup, foreldrum og systrum. Tykkara tætta samband átti hon stóran tryggleika í. Saknurin og minnið um Eydnu bera vit í glæmuni av tí, sum vovið varð í vinarlagi og trúfesti. Vit á Blindastovninum lýsa frið yvir minnið um okkara kæru Eydnu. Karin Kass Uppskot um loysn av skúla- trætuni fyri tingið í gjár Tordur Niclasen legði vegna Miðflokkin í gjár uppskot fram á ting um eykajáttan til skúlaverkið, soleiðis at endi kundi fáast á verkfallinum á miðnámsskúlunum Á tingfundinum í gjár legði Tordur Niclasen fram eitt uppskot um eykajáttan til skúlaverkið uppá 450.000 kr. Samstundis varð eisini eitt uppskot um broyting í løgtingslógini um talið á skúlanæmingum í hvørjum flokki lagt fram. Hetta seinni nevnda uppskotið snýr seg í stuttum um, at undantaksloyvi til flokkar við fleiri enn 24 næmingum bert kann gevast eftir samtykki frá lærararáðnum. Í viðmerkingunum til fyrr nevnda uppskotið um eyka-játtan sigur Tordur Niclasen í viðmerkingunum: Landsstýrið hevur sum kunnugt hildið fast um, at tveir flokkar á Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði skulu leggjast saman. Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara heldur fast um, at talið av næmingum í hvørjum flokki/ bólki ikki skal vera hægri enn 24 og vísir í hesum sambandi á avtalu, ið gjørd varð við Føroya Landsstýri í 1992. Henda ósemja partanna millum hevur nú staðið við í vikur og ført við sær, at eingin undirvísing hevur verið á avvarðandi skúlum. Næmingarnir eru teir, ið raktir eru meinast av hesi ósemju - og eru vorðnir gíslar í einum máli, sum átti fyri langari tíð síðan at verið loyst. Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur víst á sparingar sum grundgeving fyri, at flokkar verða lagdirsaman og at 28 næmingar kunnu vera í hvørjum. Hesar sparingar, ið landsstýrismaðurin sipar til, eru longu fleirfaldað funnar við spardum lønarútreiðslum undir verkfallinum. Fíggarligu fortreytirnar eru sostatt til staðar hjá landsstýrismanninum at fingið málið loyst. Men tá ikki røkist fyri hesum, verður skotið upp at veita eykajáttan til at haldast kann fram við umtalaðu tveimum flokkunum - og soleiðis fyribyrgja, at hesir verða lagdir saman. Hvat sparingunum í lønarútreiðslunum viðvíkur, eigur at verða kannað, hvussu stór sparingin ítøkiliga er á studentaskúlunum og HF-skeiðunum kring landið og hædd tikin fyri hesum undir viðgerðini av málinum. Annars verður víst til viðmerkingarnar í løgtingsmáli um broyting í løgtingslóg um studentaskúlar v.m. og løgtingsmálið um broyting í løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m. Sum skiltist í tinginum í gjár var góður møguleiki fyri, at hetta málið fór at verða avgreitt um vikuskiftið - men um ikki, verður 2. viðgerð av málinum helst týsdagin í komandi viku. Tiltøk Møtir, fundir o.a. KFUM & KFUK Í kvøld kl. 19 í KFUM: Varðmenn koma saman. Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman v/ Emil Olsen, presti. Evni: Enskt kirkjulív. Øll eru vælkomin til okkara tiltøk og fundir. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 19: Møti. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Fríðtór Debes talar. Biðið verður fyri sjúkum. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin,Tórshavn Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti. Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bøn, og kl. 18 møti. Mánadagin kl. 17: Smáskótar. Mánakvøldið kl. 19: Skótar. Týsdagin kl. 17: Club 7 up. Kvívík Møti verður í Glæmuni sunnukvøldið kl. 19. Regin og Hella Olsen tala. Magni, Brandur og Havstein syngja og spæla. Felagið fyri Kirkjuráðslimir Niels Pauli Danielsen prestur hevur fyrilestur um evnið Synodukirkjan í Leirvíkar Missiónshúsi sunnudagin kl. 18. Øll eru vælkomin. Frá Lívsins Orð Í dag kl. 17 verður barnamøti. Sunnudagin kl. 17 verður møti. Meinigheitshúsið í Vági Vikuskiftismøtir við Niels Jacob Nielsen og Regin Høgnesen, trúb., halda fram við møti í kvøld kl. 20 og sunnukvøldið kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagsskúlin verður sunnudagin kl. 14.00. Vegna vikuskiftisfundir í Vági verður einki møti sunnukvøldið. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Felagið Tórshavn: GONGUTÚRUR Sunnudagin 25. januar verður gongutúrur av Sundshálsi til Velbastaðháls. Farið verður frá Kunningarstovuni kl. 13. Havið góð og heit gonguklæði og kaffi við. Gingið verður umleið 3 tímar. Tilmelding. Felagið Pinkubarnadeyði hevur opið hús annan leyg-ardag í hvørjum mánaði frá kl. 14.00. Vit hittast í Jákupsstovu, J. Paturssonar-gøtu 24, Tórshavn. Nærri fæst at vita á tlf. 17940, 43363 ella 17261 Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir Leygardagin kl. 17 og 22.30 Sunnudagin kl. 11 og Kl. 20-21.30 AA-evnisfundur í Tórsgøtu 5. Mánakvøldið kl. 20 í Tórsgøtu 5. Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir byrja aftur týsdagin 13. jan. kl. 17.30 og eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjar skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjar aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld.. Fríggjakvøldið 23. januar: Kafékvøld kl. 21-24. Bólkurin >>Í essinum<< v/ Heðin D. Ziska (guitar), Christian Blak (klaver) og Mikael Blak (brass). Leygardagin 24. jan.: >>Í essinum<< spælir á eini konsert í Humlebæk. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Føðingar 9. januar fingu Magret Jakobsen og Sunleiv Djurhuus, Skálavík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3230 gr. 9. januar fingu Beinta og Edvard Joensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 44 cm long og vigaði 1680 gr. 14. januar fingu Arnhild og Hans Bjarni Jacobsen, Esbjerg, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3450 gr. 15. januar fingu Joan Kjærbo, Klaksvík, og Arnold Simonsen, Fuglafirði, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3750 gr. 15. januar fingu Elsa og Páll Joensen, Signabø, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4700 gr. 17. januar fingu Linda og Dánjal Debes, Oyri, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3550 gr. 17. januar fingu Solveig og Jákup Heri Leonson, Sørvági, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3900 gr. 19. januar fingu Margretha Ryggshamar og Trygvi Hansen, Kollafirði, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 4100 gr. 19. januar fingu Vera J. Heinrich og Jákup Eli Eidesgaard, Eiði, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3600 gr. 20. januar fingu Osla og Jákup Suni Lauritsen, Sørvági, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4050 gr. 20. januar fingu Noomi á Válinum og Hjalgrímur á Heygum eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3900 gr. 20. januar fingu Tóra Johansen og Flemming Hansen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4250 gr. 21. januar fingu Laila og Símun Askham, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3300 gr. 21. januar fingu Jórun og Árni Jakobsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3550 gr. 21. januar fingu Johild Dulavík og Jógvan Joensen, Argjum, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði 4900 gr. 22. januar fingu Vivian Andersen og Johnny Løvhøjten, Runavík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3500 gr. Eitt sindur um skipanøvn Sosialurin fer í nøkrum komandi leygardagsbløðum at prenta tær søgurnar um skipanøvn, sum seinasta summar vóru at hoyra í útvarpssendingini Kontiki Seinasta summar var sendingin Kontiki í 18 fylgjandi leygarkvøld at hoyra í Útvarpi Føroya. Millum tilfarið, sum var í sendingini, vóru hugleiðingar, sum høvdu samband við skipanøvn, sum føroyingar kennast við. Eftir áheitan fer Sosialurin at prenta hesar frágreiðingar. Tað er Edvard Í Skorðini Joensen, sum gongur á Journalistháskúlanum í Århus, men sum í løtuni er í praktikk á Sosialinum, sum hevur skrivað frágreiðingarnar. Amadeus Tann, sum hyggur í heftini, føroyska ferðavinnan gevur út, leggur merki til navnið Amadeus. Hetta lítla deksfarið, sum liggur í Vágsbotni í Havn, hagani útferðir verða gjørdar við ferðafólki. Ikki tí. Í Vágsbotni hevur hetta skipið ligið ein mansaldur at kalla. Tó í mong Harrans ár við øðrum liti og undir øðrum navni. Hesin Amadeus, sum nú flytir ferðafólk á veiðiferðir fram við landi, er tann fyrr so kendi læknabáturin Reyði Krossur. Men navnið Amadeus kallar í huganum fram heilt aðrar og meira eksotiskar myndir enn skrólandi likkur og murrandi lundar suðuri fyri Urðini í Nólsoy. Hugsað verður beinanvegin um mannin, hvørs navn er kent um allan heimin og sum bar millumnavnið Amadeus. Nevniliga tónasmiðin, og úrmælingin - eysturríkska >>geniið<< - Wolfgang Amadeus Mozart. Eysturríkska skaldið Hugo von Hofmannsthal hevur einaferð sagt: >>Erkabiskupsdømið Salzburg er eitt land í hjartanum á hjarta Europu. Tað liggur miðskeiðis millum Schweiz og slavisku londini. Miðskeiðis millum Týskaland í norði og italska Lambardíið í suðri. Mitt millum suður og norður, millum fjallalendi og slættlendi. Millum tað stórbæra og tað friðsæla liggur hetta landið sum eitt bulvirki millum býin og bygdarløgini. Millum tað aldargamla og tað núverandi. Tað barokka, fúrstaliga og tað óbroytandi bygdarsliga. Og júst her mátti Mozart verða føddur.<< Hendan hendingin, sum gjørdist so týdningarmikil fyri alheims tónleikasøguna, fór fram hin 27. januar 1756, tá fiólspælarin Leopold Mozart og kona hansara, Maria Anna, fingu teirra sjeynda barn. Drongurin varð dagin eftir doyptur í dómkirkjuni í Salzburg og varð nevndur Johannes Chrysostomus Wolfgangus Theophilus Mozart. Hann broytti sjálvur seinni navnið til Wolfgang Amadeus Mozart. Wolfgang Amadeus Mozart hevði ikki tónleikaevnini frá fremmandum. Eisini faðirin, Leopold, fekst við at komponera. Og ikki var sørt, at Keisarin visti um hann. Í september 1767, tá Wolfgang var 11 ára gamal, skuldi ein av mongu prinsessunum giftast. Og brúdleypið skuldi haldast, so tað spurdist um ríki og lond, og sjálvandi skuldi nógvur tónleikur til. Hetta var óført høvi hjá tónasmiðunum at fáa eina keisarliga bílegging. Og ikki var leingi, til vognurin hjá Mozart rullaði eftir vegnum millum Salzburg og Wien, har hann fyrr hevði verið so væl móttikin við hovið. Men hendan ferðin gjørdis ikki sama sigursferðin, sum tann fyrra varð. Ein av tíðarinnar plágum - koppafarsóttin - herjaði landið, og millum mongu ofrini var eisini keisarliga brúðurin. Eisini Wolfgang varð smittaður, men hann hóraði so dánt undan. Men Mozart feðgarnir hittu tó Keisaran, sum teir tosaðu við um tónleik. Og okkurt hevur hesin 11 ára gamli pilturin dugað, tí úrslitið gjørdist, at Keisarin bað hann skriva ein opera. Men hon gjørdist ikki tað, Mozartarnir høvdu vónað, og Wolfgang mátti sanna, at hann ikki longur var nakað undurbarn, men ein >>vaksin<< tónasmiður, sum aðrir komponistar fataðu sum ein vandamiklan kappingarneyta, um vit skulu trúgva tí illtrúna Leopoldi. Men lítli Mozart fekk uppreisn fyri miseydnaðu operaætlanirnar, tá hovið bað um eina stóra messu í samband við eina kirkjuvígslu. Og tað var ikki hissini vígsla. Øll tann keisarliga familjan var til staðar eins og ein rúgva av kirkjuleiðarum. Og tann bert 12 ára gamli tónasiðurin, úrmælingurin, Wolfgang Amadeus Mozart, slapp sjálvur at stjórna framførsluni av verki sínum. Menn hava ivast stórliga, um hetta verkið man vera varðveitt. Men nú eru granskarar komnir til ta niðurstøðu, at talan er um ta sonevndu >>Missa solemnis<< í c-mol, KV 139, hóast tað kann tykjast mongum ósannlíkt, at ein bert 12 ára gamal drongur kann skriva slíkan tónleik. Og eisini heima í Salzburg bíðaði viðurkenningin. Arbeiðsgevari Leopolds, Schrattenbach erkabiskupur, útnevndi Mozart til triðja konsertmeistara í orkestri sínum. Væl var tað ólønt, men hann hjálpi tó væl til fíggjarliga við italiuferðini, sum Leopold so leingi hevði ætlað sær. Men einki varir ævigt. Wolfgang Amadeus vaks og livdi eitt hundalív í Wien. Hann sakk longri og longri niður í svartastu armóð, og doyði hin 5. december 1791 bert 35 ára gamal. Mozart varð grivin í eini felagsgrøv í útriðuni av Wien, og eingin hevur nakrantíð vitað, hvar grøvin hevur verið. Men hann gav okkum tónleikin, og í Vágsbotni í Tórshavn liggur navni hansara dagliga og býður fremmandafólki ein túr fram við landi. Kyndil ella H71 kann missa møguleikan í morgin Hondbóltur: Dysturin millum mansliðini hjá Kyndli og H71 í morgin kann gerast rættiliga avgerandi Øll liðini í 1. deild hjá kvinnum og monnum skulu í eldin hetta vikuskiftið. Tveir dystir verða spældir í dag og fýra í morgin. Dystirnir í dag verða báðir í ítróttarhøllini á Hálsi. StÍF sendir bæði síni lið til Havnar at spæla móti Neistanum. Hjá kvinnunum er talan um toppdyst. Neistin og StÍF hava bæði 10 stig eftir grundspælið og fyrsta dyst í endaspælinum. Seinasta sunnudag vann StÍF 23-18 á Kyndli í Havn, meðan Neistin vann ein tepran 19-18 sigur á VB í Vági. Hjá monnunum er hinvegin talan um ein dyst millum toppin og botnin í deildini. StÍF er áðrenn dystin bert eitt stig aftan fyri VÍF á ovasta plássinum og kann við einum sigri í dag taka plássið frá vestmenningum - í øllum førum í ein dag. Neistin hevur ikki havt nakað gott kappingarár, og fyri hálvu aðrari viku taptu teir týðandi botndystin móti KÍF. Hetta úrslitið sendi Neistan niður í kjallaran í 1. deild. Sum kappingarárið hevur lagað seg higartil, verða tað Neistin og KÍF, sum fara at stríðast einsamøll í botninum, og tí eru útlitini fyri sigri til Neistan móti strandingum í dag heldur ikki serliga góð. Avgerandi dystur millum Kyndil og H71 Í morgin verða so hinir fýra dystirnir, tveir hjá kvinnum og tveir hjá monnum. Á Skála skal KÍF royna at steðga vestmenningum, sum tykjast hava funnið stevið aftur eftir nøkur misjøvn úrslit fyrr í kappingarárinum, og VÍF er framvegis liðið, sum hini skulu vinna fyri at gerast føroyameistarar. Men tað er sera ivasamt, um kollfirðingar, sum hava trý stig, kunnu gera nakað við føroyameistararnar frá í fjør. Mest áhugaverdi dysturin hjá monnunum hetta vikuskiftið er ivaleyst tann í Havn millum Kyndil og H71. Bæði liðini hava framvegis møguleika fyri at gera seg galdandi, men til tað krevst ein sigur í morgin. Kyndil og H71 hava ávikavist 6 og 7 stig, meðan VÍF hevur 10, og eftirsum tað er lítið sannlíkt, at vestmenningar missa stig móti KÍF, so merkir ein ósigur til annan av steypafinalistunum merkir ivaleyst, at liðið missur møguleikan fyri at vinna føroyameistaraheitið. Týðandi dystur í Vági Kvinnuliðið hjá Kyndli tapti seinasta vikuskifti móti StÍF og fór tvey stig aftur um tey bæði oddaliðini í deildini. Í morgin tekur Kyndil ímóti GÍ, sum er í niðaru helvt av stigatalvuni. Landskappingin hjá kvinnum er býtt upp í tveir partar - trý lið í ovaru helvt og trý í niðaru helvt. Tað er sera sjáldan, at nakað lið í niðaru helvt vinnur á nøkrum liði í ovaru helvt, og nógv skal til, um tað broytist í morgin. Líkamikið um Kyndil vinnur dystin móti GÍ, koma tær ikki upp á fyrsta plássið, tí antin Neistin ella StÍF - ella kanska bæði - fáa stig í teirra innanhýsis dysti í dag. Sætti dysturin hetta vikuskiftið verður í Vági millum VB og Stjørnuna. Bæði liðini taptu sín fyrsta dyst í endaspælinum móti ávikavist Neistanum og GÍ, so dysturin í morgin hevur risastóran týdning fyri bæði liðini. Vinnarin sleppur tvey stig upp um hitt liðið, og tað kann vísa seg at fáa avgerandi týdning, tá kappingin líður móti endanum. Føroyar eru sum eitt annað heim fyri meg Talv: Bosniski stórmeistarin Predrag Nikolic er í hesum døgum í Klaksvík Í hesum døgum er bosniski stórmeistarin í talvi, Predrag Nikolic, í Klaksvík, har hann komandi tvær vikurnar skal leggja telvarum í høvuðsstaðnum í Norðoyggjum lag á. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Predrag Nikolic vitjar í Føroyum. - Nei, nú havi eg næstan verið her tíggju ferðir, sigur bosniski stórtelvarin í telefonini. - Eg havi fingið nógvar vinir í Føroyum og serliga í Klaksvík. Hetta er eftirhondini næstan sum eitt annað heim fyri meg, sigur hann. Predrag Nikolic sigur, at síðani hann var í Føroyum fyrstu ferð, hava føroyingar fingið fleiri góðar telvarar afturat. - Á olympiaduni í 1994 fingu tit sera gott úrslit. Í Jerevan í 1996 gekk ikki so væl, men soleiðis er tað sum oftast. Succes kann ikki koma allatíðina - tað má byggjast upp. Tórshavn Open í februar í fjør vísti eisini, at Føroyar eru komnar á talvheimskortið, sigur hann. - Tað sum eisini hevur týdning er, at fleiri ungir telvarar eru á veg fram. Jerevan-liðið var ungt og kláraði seg væl. Ætlanin má vera, at tað skal vera sum ein kavabóltur, ið fer á rull og veksur. Hetta ættarliðið er gott, og næsta ættarlið verður vónandi enn betri, sigur hann. Predrag Nikolic kom til Føroyar mikudagin, og hóskvøldið hevði hann so sín fyrsta >>tíma<<. - Tað sæst, at føroyingar seinastu árini hava lagt alt ov nógv í byrjunarspælið, sum teir duga væl. Men restina hava teir >>gloymt<<, um ein kann siga tað soleiðis, sigur hann. - Eftirsum fólkatalið í Føroyum ikki er so stórt, er telvingin ikki á heimsstøði, men tað bilar heldur ikki so nógv. Tað sum tað ræður um er sjálvur at gerast ein betri telvari, og tað haldi eg, at vit síggja í Føroyum eisini. Telvararnir yngri nú enn fyrr Predrag Nikolic er 37 ára gamal og er sostatt rættiliga royndur telvari. Sjálvur heldur hann, at talv í dag er broytt í mun til fyrr. - Tað hava verið broytingar í talvi seinastu tíggju árini. Eitt, sum sæst í dag, er, at telvararnir eru nógv yngri nú enn fyrr, og sjálv telvingin er eisini broytt, sigur hann. - Anand og hinir ungu telvararnir eru modernaðir í sínum spæli. Men eg eri so framvegis millum 20-30 teir bestu - okey, í løtuni eri eg okkurt um nummar 35 í heiminum, haldi eg. Eg kann helst ikki betra meg so nógv afturat, men vónandi kann eg halda mær uppi í nøkur ár afturat, sigur Predrag Nikolic og vísir á, at eftir eina ringa byrjan upp á árið í fjør kom hann fyri seg aftur móti endanum av árinum. Talv, kríggj og fótbóltur Borgarakríggið í gamla Jugoslavia hevði sum vera man eisini sína ávirkan á telvingina í landinum. - Talv hevur altíð verið væl umtókt í tí, sum fyrr æt Jugoslavia, greiðir Predrag Nikolic frá. - Tað var eitt spæl, sum øll kundu vera við í, og nógv telvaðu eisini. Kríggið oyðilegði eitt sindur av rútmuni, og nógv rýmdu, men í Bosnia hava vit í løtuni eina kjarnu upp á fýra stórmeistarar, sum fegnir vilja umboða land sítt til altjóða kappingar. Tað sum føroyingar fyrst og fremst hefta seg við, tá tosað verður um Bosnia-Hersegovina er, at har leikaði borgarakríggj á í fleiri ár, og tað ásannar Pedrag Nikolic eisini. - Tað er ivaleyst kríggið, sum føroyingar fyrst hugsa um, tá teir hoyra um Bosnia-Hersegovina. Men vónandi fer tað at broytast, sigur Predrag Nikolic og leggur afturat, at nú Føroyar og Bosnia-Hersegovina eru komin í sama bólk í EM-undankappingini í fótbólti, eru góðir møguleikar fyri at økja um kunnleikan báðar vegir. - Eg var í Sarajevo, tá EM-lutakastið fór fram, og eg greiddi so eitt sindur frá Føroyum. Ítróttur er ein góður háttur hjá fólkasløgum at fáa samband hvørt við annað. Har ger talv sjálvandi eitt sindur, men tað er uttan iva serliga fótbólturin, sum kann føra fólk saman. Vónandi kann fótbólturin gera, at bæði føroyingar og bosniarar læra eitt sindur meira um hvønnannan. Predrag Nikolic fer av aftur landinum hósdagin 5. februar, Yvirlýsing Undirritaðu fakfeløg geva við hesum Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara okkara fulla stuðul, í sambandi við tiltøk teirra, nú Landsstýrið hevur brotið galdandi avtalur. Vit átala harðliga, at Eilif Samuelsen, landsstýrismaður við ábyrgd fyri skúlaverkinum, noktar at taka upp samráðingar við Yrkisfelagið, fyri at finna eina loysn á trætuni. Tí landsstýrismaðurin, Eilif Samuelsen, átti at vitað, at stívrenda framferð hansara fær álvarsligar avleiðingar fyri næmingarnar á Studendaskúla- og HF-skeiðunum. Framferðin hjá Eilif Samuelsen, landsstýrismanni, í fjølmiðlunum, tá hann tykist skjóta ábyrgdina av málinum yvir á annan landsstýrismann, er ódámlig. Somuleiðis hoyrir niðrandi orðalagið, ið landsstýrismaðurin hevur brúkt í fjølmiðlunum um fakligu tiltøkini hjá Yrkisfelagnum, ongastaðni heima. Vit fara við hesum at heita á Eilif Samuelsen, landsstýrismann, um at síggja álvarsemið í málinum, og bera so í bandi, at næmingarnir á HF- og Studentaskúlunum sleppa til arbeiðis aftur Tórshavn tann 22. januar 1998 Vegna Starvsmannafelagið Sjúkrasystrafelag Føroya Føroya Pleygardafelag Føroyskir Ergoperapeutar Føroya Postfelag Føroya Pedagogfelag Apoteksassistentarnir Føroyskir Sjúkrahús- laborantar Magistarafelag Føroya Føroya Sjúkrahjálparafelag Føroyskir Fysioterapeutar Ljósmøðrafelag Føroya Økonomafelag Føroya Føroya Verkfrøðingafelag Føroyskir Radiografar Kunngerð Landsfelag okkara hevur seinastu dagarnar havt drúgvar fundir, har vit hava havt til viðgerðar mong álvarsmál. Vit hava ásannað, at sum gongdin í samfelag okkara hevur verið hesi seinastu árini innan samfelagsviðurskifti, mentunarviðurskifti og fíggjarviðurskifti kunnu vit ikki annað enn fegnast stórliga um tann fastleika og tað gløggskygni, sum landsins hægstu myndugleikar hava sýnt í viðgerðini av teimum mest týðandi og mest átroðkandi spurningum og trupulleikum, sum hava verið uppi, og sum hava verið loystir mestsum fyrimyndarliga væl so hvørt, teir hava stungið seg upp. Havandi í huga hesi framúrskarandi úrslit, sum longu eru nádd, skal eg heita á hesar somu landsins hægstu myndugleikar um at sýna sama fastleika og dirvi og ikki víkja ein einasta tumma í viðgerðini av trupulleikum nú eins og fyrr, hvørki innan skúlagátt ella landsstýrisgátt. Tit mugu fram um alt standa saman um ábyrgdina. Latið onnur um smáligt putl sum at samrøða at samstarva at samráðast at vísa samhuga at vísa samanhald Megna tit hetta, so kunnu tit allir rokna við at koma aftur í somu og glóðheitu sessir. Við hávirðing, R. í Holu Landsforseti føroyskra valamanna E.S. Tey mongu, sum taka undir við hesum sannførdu sjónarmiðum okkara, hava høvi til at senda okkum stuðul sín við posti, telduposti ella telefaxi. Drigið verður millum innsendararnar. Vinnari og vinningur verða kunngjørd í Sjónvarpinum. R. í H. Viðvíkjandi verkfallinum hjá YF Stríðið ímillum YF og skúla- og mentamálastýrið (Eilif Samuelsen), er nú vorið so drúgt og langt, at ongin vón tykist at verða fyri einari loysn í málinum. Jólafrítíðin, sum vanliga er uml. 14 dagar, er blivin til tað sama sum ein summarfrítíð. Runt um í landinum ganga studenta- og HF-skúlanæmingar og stúra fyri framtíðini, hetta eru serliga 3. g'arar og 2. HF'arar. Hví er støðan so trupul, og hvør hevur ábyrgd av hesi støðu? Næmingaráðsformaður- in í Hoydølum, segði í >>Dagur og vika<< 22.1.1998, at Eilif Samuelsen hevði alla ábyrgdina av støðuni, men er tað nú so einfalt, at øll ábyrgdin bert kann leggjast á landsstýrismannin? Um hugsað verður um nær YF valdi at fara (fór) í verkfall, so kundi teirra >>timing<< ikki verið betri, tí hetta var júst rætta tíðin at fara í verkfall, har verkfallið rakti harðast og gjørdist effektivast, fyri YF's viðkomandi. Hetta er orsøkin til, hví støðan er so akut og trupul, sum hon er í dag. Upprunaliga so var hetta eitt stríð ímillum YF og skúla- og mentamálastýrið, men tað tykist mær, sum um støðan er blivin ein onnur. Hetta er blivið til eitt stríð hjá studentaskúlanæmingunum í Føroyum. Vit (saman við foreldrum) verða nýttir sum eitt amboð, soleiðis at YF kann vinna í hesum stríðnum. Vit mugu ikki vera so býtt og naiv, at hugsa, at vit standa til at vinna nakað stórt í hesum stríði. Eg eri ikki ósamdur við YF um, at 28 næmingar í einum flokki er alt ov nógv, sjálvandi eri eg ikki tað, men er tað stríðið, sum upprunaliga var YF's, veruliga vert húgvuna? Vit mugu vera ansin, at tað ikki verða vit sjálvi, ið gera enda á einum møguleika fyri at fáa prógvið í summar. Eg haldi, at tað er bæði skilaleyst av YF og landstýrinum í hesum málinum, at rena okkum út í eitt óføri, sum vit ikki hava verið við til at skapt. Tað eru aðrir møguleikar fyri at loysa hetta málið, men trupulleikin nú er bert, at hvørki YF ella landsstýrið vilja >>tabe ansigt<<. Ein møguleiki hevði verið, at lærarar fóru aftur til verka undir protest, og síðani valdu at taka málið uppaftur til næsta skúlaár, við at nokta at fara til arbeiðis eftir summarsteðgin, hetta hevði eisini givið møguleikan fyri samráðingum í summarsteðgin um. Vit mugu hugsa rationelt og síggja hvat tænir okkum best, eg mæli ikki til at verða ósolidariskur mótvegis umstríddu flokkunum á Kambsdali, men at hesir eisini sýna okkum solidaritet, soleiðis at vit fáa møguleikan at fáa students- og HF-prógvið í summar. Stríðið um 24 ella 28 skal ikki vinnast nú, fyrst og fremst má talan verða um okkara stríð, sum vit hava goldið nógv fyri, at fáa studenta- og HF-prógvið. Ábyrgdina hava bæði YF og landsmyndugleikar á skúlaøkinum: Snorri Fjallsbak, sum eftir mínari áskoðan ikki er rætti maðurin til uppgávuna, tí hesin sýnist at vera alt ov treiskur og hevur hug til at loypa fram av, ein maður, ið ikki er at samráðast við. Petur Petersen saman við Eilifi Samuelsen, sum vit øll eru samd um, kundi virka fyri, at støðan ikki gjørdist so trupul sum hon nú er - tað er púra greitt. At enda havi eg hug at siga, at ein týdningarmikil trupulleiki í øllum slíkum málum ofta er, tað at føroyingar aldrin hava duga at slaka til tess at vinna. Vit kenna tað frá londum rundan um okkum, men tað verður ikki nýtt í Føroyum, vegna >>stoltleika føroyinganna<< Kompromispolitikkur sýnist at vera eitt ljótt orð í føroyskum politikki, hetta er nakað ið bæði YF og skúla- og mentamálastýrið saman við Eilifi Samuelsen áttu at hugsa um. Orsøkin til at eg valdi, at skriva hetta er einføld, eg finni meg ikki í at vit lesandi verða nýtt í hsum máli, sum vit verða, og heldur ikki finni eg meg í, at okkara framtíð verður sett uppá spæl soleiðis, sum hon verður. Serliga vildi eg heita á 3. g'arar og 2. HF'arar, at umhugsa teirra støðu viðvíkjandi framhaldandi stuðuli til YF, er ta tað vert, tí vit líða mest í hesum stríðið, og er hetta okkara stríð? Lærararnir hava enn einki mist í hesum máli, og landsstýrið hevur funnið viðvíkjandi lønarútreiðslum til YF. Tann einasti veruligi taparin í málinum, eru studentar og HF-arar, serliga 3. g og 2. HF, ið mugu leggja alt teirra álit á hinar partarnar í málinum, um ein loysn skal fáast og soleiðis bjarga húgvuni. 23.1.1998 Við vón um skjótari loysn 3. g'ari í Hoydølum P.S. Hvat er blivið av studentar andanum, ið vit øll kenna frá fyrr av, og er tað veruliga neyðugt, at vit verða leidd av foreldrum okkara? Brandskúla við Áir og í Klaksvík - einki er broytt í føroyskum politikki Valár er, tað ferskasta dømi er, at uppsagdi landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum avgjørdi, at brandskúli o.a. fyri sjófólk við fiskiskipum og handilsskipum skal liggja í Klaksvík. Hví tað skuldi til Klaksvíkar er ikki so ringt at hugsa sær, tá ið ein veit hvønn flokk fyrrverandi landsstýrismaður umboðar og hvør er valdur fyir henda flokk í Norðoyggjum. Eg haldi at øll vinnan sum hevur við sjófólk at gera er samd um, at brandskúlin við Aír er ein góður skúli, við góðum lærarum. Áir liggur sentralt í landinum og avsíðis frá bygdum øki, so at roykur frá brandskúlanum nervar umráði sum minst. Bygningar til brandskúlan eru har og møguleiki til innivist er eisini tilstaðar, somuleiðis eru møguleikar til útbyggingar eisini við Áir. Eisini skulu oljufeløg vera hugaði at stuðla einari útbyugging við Áir við tilfari, soleiðis at útbyggingin blívur so bílig sum gjørligt. Tá ið man veit, at eitt uppskot hevur ligið í landsstýrinum til útbygging av brandskúlanum við Áir, so at hesin kann blíva ein miðdepil fyri allari undirvísing av sjóvólki, viðvíkjandi brand-, roykkavara og trygdarskeiðum, sum krevjast í dag av sjóvinnumyndugleikunum og oljuvinnuni er flytingin til Klaksvíkar ikki væl umhugsað. Í Klaksvík kunnu sjófólk taka eitt trygdarskeið, sum sjóvinnumyndugleikarnir krevja, men uttan at taka nakað frá hesum skeiði, so er veruleikin tann, at føroyingar sum fara at sigla við skipum t.d. úr Hollandi, mugu fara á trygdarskeið í Hollandi. At tað føroyska skeiðið ikki er viðurkent í altjóða høpi kann eg ikki trúgva, tí so er tað >>næstan<< eingin grund til á fara á skeiðið. Hesin politikkur, við at tær smáu kommunurnar har okkurt virksemi er allatíðina skulu verða fyri miss, meðan tær stóru bert skulu hava meir, er harmiligur. Finnleif Guttesen, Tvøroyri Richard Mikkelsen er ikki so ósekur sum hann letst Hetta siga fleiri føroyskir politikarar, í sambandi við, at Richard Mikkelsen, fyrrverandi formaður í Fíggingargrunninum afturvísir tí kritikki hann hevur verið fyri í sambandi við bankamálið Fyrrverandi formaðurin í Fíggingargrunninum, Richard Mikkelsen, hevur fingið nógvar beiskar viðmerkingar hesa síðstu vikuna. Frágreiðingin frá bankakanningarnevndini hevur sett Fíggingargrunnin og serliga Richard Mikkelsen í eitt keðiligt ljós. Eftir tí sum er komið fram, hevur hann havt ein sera virknan lut í teimum ætlanum, sum vóru lagdar fyri føroyska samfelagið. Spurnartekin eru sett við, um hann ikki hevur arbeitt meira fyri donskum áhugamálum enn føroyskum. Eisini er sett spurnartekin við arbeiðshátt hansara sum formaður í Fíggingargrunninum, m. a. at hann skal hava arbeitt í sjálvdrátti, uttanum hinar nevndarlimirnar. Politikarar hava serliga funnist at Richardi Mikkelsen fyri, at hava verið sera sparin við upplýsingum, og eisini var kanningarnevndin kritisk í sínari frágreiðing. Richard Mikkelsen verður kritiseraður fyri ikki at hava kannað veruligu støðuna í báðum bankunum. Kanningarnevndin sigur í einari niðurstøðu, at ein lítil kanning av bankunum hevði víst, at Føroya Banki var verri fyri enn Sjóvinnubankin. Tær manglandi avsetingarnar áttu at havt gjørt prísin á partabrøvunum lægri. Úrslitið var sum kunnugt nakað annað. Den Danske Bank slapp av við síni partabrøv í Føroya Banka, og slapp undan at seta meiri pening í bankan. Vísir øllum aftur Hesar skuldsetingar vil Richard Mikkelsen ikki hava sitandi á sær. Í blaðnum í dag førir hann síni sjónarmið fram, og eftir hansara fatan hevur kjakið skeivt útgangsstøði. Richard Mikkelsen staðfestir, at føroyska samfelagið var í einari kreppu sum ikki fyrr er sædd í vesturheiminum. Búskapurin var í fríum falli, og av teirri orsøk máttu aðrir hættir takast í nýtslu. Ótradionellir hættir. Og ein av teimum var partabrævabýtið. Richard Mikkelsen sigur, at hetta m. a. komst av, at Den Danske Bank ikki vildi kappast í móti einum >>almennum<< banka, og samstundis tí teir vildu úr Føroyum. Ætlanin við býtinum var, at fáa ein felags kreditpolitik, soleiðis at báðir bankarnir kundu fara inn í eina stýrda skuldarsanering av føroyska vinnulívinum. Tí skal partabrævabýtið ikki síggjast sum ein handilslig avtala, men sum ein politisk avtala. Men hesum er kanningarnevndin ikki samd vð honum í. Út frá avhyringunum sigur kanningarnevndin, at stjórnin og embætismenninir mettu partabrævabýtið sum >>handilsligar samráðingar millum partar á jøvnum føti<< Niðurstøða teirra er, at munurin á hesum báðum uppfatanunum er >>høvuðsorsøkin til nógvar av misskiljingunum, sum partabrævaumbýtið er orsøk til.<<. Richard Mikkelsen er eisini lagdur undir ikki at hava sagt landsstýrinum frá brævinum frá Den Danske Bank til forsætisráðharran um bankaviðurskiftini í Føroyum. Til hetta sigur hann, at hann ikki metti tað sum sína skyldu, at siga landsstýrinum frá brævinum. Hetta var eftir hansara meting uppgávan hjá forsætisráðharranum. Vistu at bankanum tørvaði pening Tað hevur eisini verið ført fram, at Richard Mikkelsen ikki gjørdi landsstýrið vart við, at bankanum tørvaði pening. Richard Mikkelsen sigur m. a., at við tí støðu føroyski búskapurin var í, so vistu øll at bankarnir fóru at mangla pengar. Eisini stjórnin og landsstýrið. Hesum er Marita Petersen, fyrrverandi løgmaður ikki samd við honum í. Hon heldur fast við, at tá føroyingar yvirtóku Føroya Banka, visti landsstýrið ikki, at bankanum tørvaði pening. ­ Vit fingu ikki teir neyðugu upplýsingarnar frá Richardi Mikkelsen, og av og á fingu vit beinleiðis skeivar upplýsingar. ­ Hann hevur ikki fyri føroyskum áhugamálum. Vit trúðu, at tá hann segði, at vit skuldu yvirtaka bankan, so vóru tað góð ráð. Eg lurtaði eftir honum og trúði tí, hann segði, men í dag veit eg, at hann ikki hevur sett teir røttu spurningarnar um støðuna hjá bankanum, sigur Marita Petersen. Eisini Bjarni Djurholm eygleiðari er ósamdur ­ Richard Mikkelsen gjørdi tað arbeiði sum skuldi til fyri at loysa Den Danske Bank frá sínum skyldum í Føroyum. Av frágreiðingini framgongur, at hann hevur goymt upplýsingar fyri landsstýrinum Niðurstøðan hjá Richardi Mikkelsen er, at hetta mál er farið ov langt. Luftin er full av skuldsetingum, bæði í Føroyum og í Danmark. Nú snýr tað seg um pengar. Og um hvør visti hvat og nær. Var arbeiði gjørt á moralskt rættan hátt og á juridiskt rættan hátt. Yvirnýtslan í føroyska samfelagnum skuldi gjaldast. Úrslitið varð ein fólkaflyting uppá uml. 10%, og eitt arbeiðsloysi sum vit ikki hava sæð í langa tíð. Richard Mikkelsen heldur at støðan vísir tað avmakt føroyska samfelagið var í. Bæði føroyskir og danskir politikarar vóru samdir um, at okkurt skuldi gerast fyri at steðga niðurgongdini í føroyska búskapinum. Trupulleikin var, at politikararnir ikki nóg tíðliga vildu viðurkenna, at málið var politiskt og búskaparligt í senn. Tað er so nakað sum kann kjakast um í langa tíð framyvir. Men tað sum er sagt og skrivað síðani kanningin varð almannakunngjørd vísir, at ikki øll eru samd við Richardi Mikkelsen í tí hann sigur. Færøfælden Í samband við fólkatingsvalið roynir Uffe at nýta bankakanningina at fella Nyrup-stjórnina Oddamenninir í okkara banka! TAÐ er at fegnast um, at vit hava fólk í landinum, sum tora og duga at siga sína meining. Ein av teimum er Birgir Danielsen, sum Sosialurin hevði eina samrøðu við mikudagin. Umframt at vera stjóri í Fiskasøluni í mong ár var hann eisini nevndarformaður í Sjóvinnubankanum, so hann var ein av teimum týðandi í samfelagnum í sjeyti- og áttatiárunum. SOSIALURIN spyr Birgir Danielsen um tað ikki hevði borið til at stýrt búskapinum betur, um vit høvdu havt ein landsbanka í áttatiárunum, tá heimastýrið misti tamarhald á búskapinum. Gamli sjóvinnubankastjórin heldur at ein landsbanki hevði kunnað stýrt búskapinum betur, og hann leggur afturat, at teir vóru ímóti landsbankanum, tí teir vildu ikki hava politiska valdið inn í bankarnar. LÍKT er til, at Birgir Danielsen hevur misskilt okkurt, tí ein landsbanki er ikki forlongdi armurin hjá landsstýrinum ella løgtinginum, men ein sjálvstøðugur stovnur, sum m.a. skal ráðgeva landsmyndugleikunum og stýra gjaldoyrasamskiftinum við umheimin. BANKARNIR søgdu í áttatiárunum, at vit høvdu ikki brúk fyri einum landsbanka, og tískil floymdu uttanlandslánini inn yvir okkum. Nógv av teimum vóru forhondslán, sum vórðu sett í føroysku bankarnar, og bankarnir skulu jú vinna pening, so útlán vórðu bjóðað einum og hvørjum, líka mikið, hvussu kredittvirðið var. HESUM partinum stýrdu bankarnir! Bankarnir sleppa ikki undan ábyrgdini, at teir vóru medvirkandi til, at privata brúkið vaks ómetaliga nógv, og at húsaprísirnir fóru langt upp um veruliga virðið. Syndarligu avleiðingarnar kenna vit øll, og hesum kunnu bankarnir ikki renna undan. BIRGIR Danielsen sigur, at Sjóvinnubankin ávaraði landsmyndugleikarnar, men at tað nyttaði lítið. Hetta er aftur eitt dømi um, at neyðugt var eisini tá við einum sterkum landsbanka, sum nústani nú verður bygdur upp við fólkum við góðum og dyggum búskaparligum førleika. HETTA er sjálvandi bara ein partur av sorgarleikinum. Ein annar partur er, at vinnuligu íløgurnar vóru alt ov stórar. Kredittmetingarnar - eisini hjá bankanum - vóru órealistiskar. Men bankarnir tóku á seg ábyrgdir fyri privatar kundar, sum bankarnir neyvan kláraðu, tá skrædlið kom. Harafturat lótu bankarnir heldur ikki lán til eina jollu uttan landskassaveðhald. Og tað hava vit eisini merkt sviðan av. Men eisini í einum slíkum føri hevði verið brúk fyri eini góðari fíggjardeild, landsbanka og búskaparráði at meta um íløgur og kredittvirði. Landsmyndugleikarnir gjørdu nógv skeivt, men bankarnir - og oddamenninir - kunnu ikki renna undan ábyrgd! Mikudagur 28. januar 1998 Áki Bertholdsen Nú ræður tað um at vera til reiðar Oljuævintýrið nærkast nú við risafetum. Tí ræður um at verða til reiðar. Nú er neyðugt at verða til reiðar. Tí mugu vit eisini skipað okkum betri. Oljuævintýrið nærkast nú við risafetum. Tí fer Føroya Oljuídnaður eisini at styrkja seg og at brynja føroyskt vinnulív at taka ímóti oljuni. Føroya Oljuídnaður hevði aðalfund mánadagin og eitt úrslit av fundinum er, at arbeiðsbólkar sita og arbeiða við, hvussu felagið skal umskipast, so tað betri fær tænt sínum endamáli. Hvussu truplar arbeiðsumstøðurnar hjá felagnum hava verið, sæst best av, at aðalfundurin í gjár var fundurin fyri 1996. Pauli Einarsson sigur, at nevndin helt tað hevði størri týdning at arbeiða fyri, at limirnir sluppu á ráðstevnur og fingu vitan, heldur enn at skipa fyri einum aðalfundi, Og orka var altso ikki til bæði - og tað skilti aðalfundurin. Men Pauli Einarsson formaður í Føroya Oljuídnaði sigur, at skal føroyskt vinnulív verða nóg væl fyri, et neyðugt at umskipa felagið. Eitt úrslit av hesum bygnaðarbroytingunum, sum arbeiðsbólkarnir nú arbeiða við, verður, at felagið fær eina veruliga skrivstovu, og setur eitt lønt fólk í starv. ­ Tað er nú greitt, at tað fer ikki longur at strekkja til við sjálvbodnum arbeiði.Og oljuvinnan nærkast so skjótt, at tað er alneyðugt at fáa arbeiðið meiri skipast. Higartil kostar tað 1.000 krónur um árið at verða limur, men tað er greitt, at tað verður væl dýrari. Á aðalfundinum í gjár bleiv nevndin afturvald. Í henni er Pauli Einarsson, formaður og Magni Arge er næstformaður. Hinir nevndarlimirnir eru Gunnar Mohr, Árni Joensen, Jóhann Mortensen, Alvi Nielsen og Johanna Hansen. Aðalfundurin fyri 1997 verður so um umleið ein mánaða, táið arbeiðsbólkarnir skulu vera lidnir við bygnaðarbroytingarnar. Eitt annað úrslit av bygnaðarbroytingunum er, at felagið verður býtt sundur í áhuhabólkar. ­ Tvs, at viðkomandi upplýsingar bara verða lætnir til viðkomandi áhugabólki. Tí allir upplýsingar hava ikki líka stóran áhuga hjá øllum. Annars bíðar formaðurin í oljuídnaðinum nú spentur eftir, at tingið fær avgreitt oljuógina. Hann vónar, at tað verður skjótt, og at farast kann undir at bjóða oljuøkini út. ­ Oljuøkini skuldi helst blivið bjóðað úr fyrra hálvár í ár. Í øllum førum má tað verða í ár. Hann sigur, at verður tað útsett ov leingi, fara oljufeløgini kanska at missa áhugan og at brúka pengarnar aðrastaðni. Feløgini hava ávísar upphæddir til granskingar á áhugaverdum økjum. Og verður tað bara til prát í Føroyum, fara tey helst aðrar vegir, sigur Pauli Einarsson. Hann vónar, at tað kemur at standa í oljulógini, at allar veitingar skulu um føroyskan kaikant, ella um føroyskan flogvøll. ­ Tí kemur tað at standa í lógini, er ongin ivi um, at báði norsk, donsk, og onnur, útlendsk feløg, fara at finna sær føroyskar samstarvsfelagar. Tað vil siga, gongur sum ætlað, fer meiri virksemið longu at taka seg upp, tí samfelagið er so lítið, at lítið skal til fyri at ávirka gongdina. Tað er býtt av føroyingum at brúka oljuna at hótta við ­ Tað er ikki eitt tekin um styrki um føroyingar nú fara at brúka oljuna at hótta, ella trýsta onnur til at geva okkum betri sømdir á fiskivinnuøkinum. Tað kann tvørturímóti skjótt enda afturi á okkum sjálvum, sigur formaðurin í Føroya Oljuídnaði ­Tað er skeivt at blanda olju og fisk saman. Tí fara vit at blanda tvær ymsar vinnur saman, er ilt at siga, hvar vit enda. Pauli Einarsson, formaður í Føroya Oljuídnaði, er ikki samdur við teimum báðum, formanninum í reiðarafelagnum, Jákupi Sólstein, og stjóranum á Kósini, Jóhan Páll Joensen, um, at vit eiga at brúka tey vápn, vit hava, fyri at fáa onnur at geva okkum betri fiskivinnurættindi. Fyrst og fremst hugsaðu teir báðir um norðmenn, sum teir halda hava verið sera kargir ímóti okkum føroyingum. Og nú oljan stendur fyri durum, halda teir báðir, at tað er sjálvsagt ,at vit eisini brúka oljuna til at leggja norðmenn undir trýst við.Og sagt í stuttum, halda teir báðir, at vit eiga at geva norðmonnum greitt, at eru teir ikki eitt sindur lagaligari ímóti okkum føroyingum, skulu norskar fyritøkur heldur ikki rokna við at fáa nakrar serligar sømdir í eini komandi, føroyskari oljuvinnu. Ikki tekin um styrki Men hetta heldur formaðurin í Føroya Oljuídnaði lítið um. Pauli Einarsson sigur, at tað er skeivt at blanda tvær vinnur saman. ­Tí hvar enda vit so. Skulu vit so heldur ikki flúgva við SAS fyri tað, um norðmenn eiga ein triðing í flogfelagnum? Hann heldur avgjørt ikki, at tað er tekin um styrki at brúka eina vinnu, sum oljuvinnuna at hótta, ella trýsta onnur at geva okkum betri sømdir á fiskivinnuøkinum. ­ Tað er altíð keðiligt at verða hóttur. Og tað er so skjótt at slíkar hóttanir kunnu enda afturi á okkum sjálvum. Pauli Einarsson sigur, at vit skulu minnast til, at tekur oljuvinnan seg upp av álvara, verða tað so nógvar aðrar vinnur í Føroyum, sum, koma uppí part. ­ Og summi av teimum fólkum, sum einaferð koma uppí oljuvinnuna, verða kanska tey somu, sum nú vilja leggja norðmenn undir trýst. ­ Tí tað er ongin sum sigur, at teir, sum nú eru reiðarar á fiskiskipum, ikki verða reiðarar á onkrum øðrum skipasløgum í oljuvinnuni. ­ Og tá kann tað koma teimum tvørt fyri at teir nú vilja hava føroyskar myndugleikar at royna at trýsta, ella at hótta norðmen at geva okkum betri sømdir á øðrum økjum sigur Pauli Einarsson. Men eiga vit ikki at brúka teir møguleikar vit hava, fyri at fáa betri sømdir? ­Vit eiga at býta fisk fyri fisk, ella fisk fyri pengar. ­ Og vit eiga at býta olju fyri olju, ella olju fyri pengar. Meira eigur tað ikki at blíva til. Vit eiga ikki at blanda alt saman. Men skilir tú ikki, at reiðarar illneitast inn á norðmenn, um teir halda seg fáa verri sømdir, enn onnur fáa? ­ Hatta er trupult at siga nakað um. Tí eg veit ikki, hvussu samráðingaruppleggini hjá føroyingum síggja út. Eg veit heldur ikki, hvussu stóran áhuga, norðmenn hava at fiska undir Føroyum, afturímóti tí áhuga, vit hava at fiska hjá teimum. Vit eru so smá, at vit hava so lítið at samráðast við. Vit kunnu ikki so frægt sum keypa okkum kvotu, tí tað hava vit ikki ráð til. Men at blanda alt saman er býtt, sigur Pauli Einarsson. Dansistevna fyri ung Ung, við áhuga fyri føroyskum dansi, skipa komandi vikuskiftið fyri dansistevnu fyri ung í studentaskúlanum í Havn Seinasta vikuskiftið í hesum mánaðinum - 30. januar - 1. februar - verðåur dansistevna fyri ung. Hetta er eitt tiltaks, um nøkur ungfólk, sumhava áhuga fyri føroysum dansi, hava tikið stig til. Tey halda, at alt ov lítið verður gjørt fyri tey ungu, tá tað kemur til føroyskan dans. Tískil hava tey sjálv skipað fyri at geva øllum ungum millum 15 og 25 ár høvi at møta øðrum ungum, ið hava sama áhuga. Hetta vikuskiftið verður prátað um dansin og høvi verður at seta spurningar til luttakandi røðarar, eins og farið verður upp á gólv bæði kvøldini. Slái Ring hevur hjálp teimum ungu við tí fíggjarliga, so bygdafólkið fær ferðagjøldini afturgoldin. Tiltakið verður í Studentaskúlanum í Hoydølum, og har verður eisini gist. Alt tiltakið við mati og innivisti kostar 150 krónur. Fyriskipararnir siga, at øll eru hjartaliga vælkomin til eitt huganligt og minnisríkt vikuskiftið. Áhugð kunnu ringja til: Ragnheiður , 12418 Hjørdis, 10265 Turpin, 12115 Tey leggja afturat, at seinasta freist at tekna seg er í kvøld Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Amnestykonsert í Sjónleikarahúsinum Leygarkvøldið skipaði Amnesty International fyri konsert við kendum tónleikarum Leygarkvøldið skipaði Amnesty International fyri konsert í Sjónleikarahúsinum í Havn við fleiri kendum tónleikarum og við fjølbroyttum innihaldi. Limir út Tórshavnar Manskóri sungu. Jóhannus Andreasen og Sámal Petersen spældu klaver og violin og bólkurin Laurus við Hera Kragesteen, Lív Dam og Palla Hansen luttók eisini við fólkatónleiki. Fólkatónleikararabólkurin Laurus hevði hetta kvøldið eisini gestatónleikararnar Edvard Nyholm Debes , Flemming Berglind og Kim Hansen. Lív Dam úr Laurus sigur, at hon og Heri Kragesteen hava spælt saman í nógv ár. Í 60'unum spældu tey saman í bólkinum Rabbits, ið upprunaliga eisini var ein fólkatónleiakrarbólkur, sum eitt nú spældi løg hjá Peter Paul and Mary. Tey trý í bólkinum syngja øll, og tey hava spælt til døgurðar av ymsum slag, til Føroyakvøld í Norðurlandahúsinum, listaframsýningar o. s. fr. Bólkurin hevur verið til í tvey ár. Tey trý úr Tórshavnar Kamartrio, Berghild Poulsen, Bjarni Berg og Árni Hansen luttóku eisini Frásøgufólk á konsertini var Katharina Nolsøe, sum las upp ymsar Amnesty-yrkingar Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Fimm virðislønir til filmin um Barbaru Føroyingar tóku Barbaru-filmin til sín og danir gjørdu tað sama. Nú hevur Nils Malmros fingið tað bláa stemplið frá starvsfeløgum sínum í donsku filmverðini. Um vikuskifti fekk "Barbara" ikki færri enn fimm virðislønir á filmfestinum í Keypmannahavn Næstan allir føroyingar eru samdir um, at Nils Malmros kom stak væl frá filminum um Barbaru. Nógv hevur verið tosað um filmin, og tær flestu viðmerkingarnar eru positivar. Eisini hava nógv fólk sæð filmin. Serliga í Føroyum, sjálvandi, men so sanniliga eisini í Danmark. At arbeiðið er væl úr hondum greitt, hava filmsfólkini fingið at vita fleiri ferðir. Barbara er m. a. innstillað til Oscar-virðislønina sum besti >>ikki-amerikanski<< filmur. Innstillingin er gjørd av donskum og norðurlendskum filmsfólkunum, og bara tað má verða ein fjøður í hattin hjá filmsleikstjóranum Nils Malmros. Robert virðislønirnar Um vikuskiftið vóru Robert virðislønirnar latnar í Keypmannahavn, og eisini her gjørdi >>okkara<< filmur um seg. Filmurin um Barbaru fekk ikki færri enn fimm virðislønir. Fyrstu virðislønina fekk >>Barbara<< sum besti danski leikfilmur. Tó hildu danir ikki, at >>Barbara<< einsamøll átti henda heiður Ein filmur, sum ikki var so dýrur at gera sum >>Barbara<< fekk eisini tann heiður at verða besti danski filmur í 1997. Filmurin eitur >>Let^1s Get Lost<<, er svart-hvítur, og tað er Sidse Babett-Knudsen, ið hevur kvinnuliga høvuðsleiklutin. Lars Simonsen, sum leikti Harra Pál so framúrskarandi væl, fekk virðislønina sum besti mannligi høvuðsleikari. Lars Simonsen bleiv landskendur í Danmark fyri leiklut sín sum Harra Pál, og í Danmark verður ikki ivast í, at henda mann koma vit at síggja nógv meira til í framtíðini. Eisini Jesper Christensen, sum hevði leiklutin sum Sorinskrivarin, fekk virðisløn. Hann fekk virðislønina fyri >>besta mannliga hjáleiklut<< Afturat hesum trimum virðislønum, fekk filmurin um Barbaru tvær virðislønir aftuat. Onnur teirra var til myndamannin, Jan Weincke, fyri góðar upptøkur, meðan hin var til ljósmannin, Otto Stenov. Ongin virðisløn til Anneke von der Lippe Harafturímóti fekk Anneke von der Lippe onga virðisløn fyri leiklut sín sum Barbara. Donsku filmsfólkini valdu at geva Sidse Babett-Knudsen virðislønina fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklutin, fyri leiklut sín í filminum >>Let's Get Lost<<. Tað verða nógvir filmfestivalar, har >>Barbara<< skal luttaka, og tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at gangast teimum. Serliga spennandi verður at síggja, um tað fer at eydnast at fáa eina av teimum fimm-seks endaligu innstillingunum til Oscar-virðislønina. Kemur tað so langt, so verða Føroyar rættuliga heimskendar. Nils Malmros, leikstjóri hevur alment sagt, at >>Barbara<< kann koma uppá tal til ein Oscar, tí >>Barbara<< hevur tað sum skal til, fyri at koma so langt. Norðurlandahúsið fekk einki skonkiloyvi Hóast ein samt stýrið heitti á landsstýrið um at lata Norðurlandahúsinum skonkiloyvi vendu myndugleikarnir bara bakið til. Svarið var eitt nei. Hetta heldur stjórin í Norðurlandahúsinum verða stórt spell, tí umheimurin, sum ger brúk av húsinum hevur ynski um slíkt Tað er nú nakað síðani, at eitt samt stýrið fyri Norðurlandahúsið gjørdi av at søkja landsstýrið um skonkiloyvi. Hetta hevur verið umrøtt fyrr men ikki fyrr enn í 1997 varð so søkt. Tá svarið kom úr Tinganesi fyri nøkrum mánaðum síðani var tað eitt nei. Grundgevingin er tann, at tað eru ikki fleiri skonkiloyvi í Suðurstreymi. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur tað vera løgið, at myndugleikarnir ikki kunnu bera so í bandi, at skonkiloyvi fæst til ein stovn sum Norðurlandahúsinum. Tí nettup hetta hús er karmur um so mong altjóða tiltøk. Og saman við slíkum tiltøkum hoyrir eitt skonkiloyvi. Tað halda bæði stjórin og ein samd nevnd. At slíkt skonkiloyvi ikki er ætlað at verða misbrúkt er Bengt Gøransson, nevndarlimur eitt dømi um. Hann hevur leingi sitið sum formaður í Norðurlendsku fráhaldsrørsluni og er eisini fyrrverandi mentamálráðharri í Svøríki. Tá slíkir menn mæla til at fáa Norðurlandahúsinum eitt skonkiloyvi áttu myndugleikarnir at umhugsa seg, áðrenn teir bara vendu bakið til sigur stjórin í Norðurlandahúsinum. Hann heldur tað vera stórt spell, at teir ikki kunnu bjóða pakkar til eitt nú altjóða ráðstevnu, harí teir eisini kunnu bjóða gestunum rúsandi løg. Ætlanin er als ikki at brúka slíkt skonkiloyvi til at skonkja yvir diskin, men heldur at kunna brúka hetta í sambandi við eitt ávís tiltøk. Við hesum hevði eisini verið lættari hjá húsinum at fingið tiltøk av ymsum slag. Tí ein er noyddur til at bjóða tað, sum altjóða heimurin væntar sær. Sum er hevur Norðurlandahúsið bert loyvi til at skonkja til lukkað selskap. Stjórin í Norðurlandahúsinum sigur seg vera vónsviknan av, at landsstýrið ikki vil finna útvegir fyri at geva fleiri skonkiloyvi. Tim Severin og Tróndur Paturs son til Borneo at veiða august Teir báðir sjófararnir og ævintýrararnir Tim Severin og Tróndur Patursson hava í hyggju at gera eina nýggja kanningarferð. Hesaferð út fyri Borneo, har fólkið í øldir hevur dripið august við skutli. Tim Severin kemur til Føroya í næstum fyri at greiða frá ferðum sínum og at verða við í stórum tiltaki í Kirkjubø Teir hava gjørt tað so oftani áður - at bjóða av havsins loynidómum og vandum - við at ferðast í kjalarvørrinum á mongum av teimum, sum í forðum løgdu til havs og oftani út í tað ókenda. Vit kenna søguna um Brendan, sum sigldi til Føroya og víðari til Amerika í skinnbáti sínum. Vit kenna søguna um fólkið, ið sigldi á flaka tvørtur um Kyrrahavið og um Sindbad, ið sigldi úr Arabisku hálvoynni til India - fyri bert at nevna nakað. Menninir vit tosa um eru heimskendi Tim Severin, sum hevur gjørt fleiri spennandi ferðir um høv og skrivað bøkur um tær og Trónd Patursson, kirkjubøingurin, sum við sínum listarligu gávum og frálíka handalag til allar hugsandi gerandis uppgávur, hevur verið við á hesum ferðum. Nú er so aftur ein ferð á skránni. Talan er um at fara til Borneo, har eitt lítið oyggjafólk í øldir hevur dripið august á eyðkenda "Moby Dick" háttin. Fólkið hevur við primitivu bátum sínum lagt upp at hesum stóru hvalum og eru farið uppá hvalirnar og har stungið teir við skutuli. Nú ætlar Tim Severin at skriva bók um hetta fólkið og tess hvaladráp. Og fyri at kunna tað verður so gjørd serstøk ferð. Og her er tað, at Tróndur kemur inn í myndina, sum listarmaðurin og sum veiðumaður annars. Í sambandi við hesa ætlan fer Tim Severin at royna at finna sær sponsorar eitt nú í Føroyum. Í Kirkjubø í 72 Tað eru 25 ár síðani, at Tim Severin við skinnbátinum Brendan legði at landi í Kirkjubø. Við hesum vildi hesin ævintýrarin og søgumaðurin prógva, at tað hevur borið til í forðum at fara út á høv við so lítlum báti. Nú hevur hann so gjørt av at koma aftur til Føroya og halda fyrilestur og vísa filmsupptøkur frá sínum mongu ferðum. Eisini verður listaframsýning. Hetta tiltak verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 7. februar klokkan 15.30. Stjórin í Norðurlandahúsinum sigur við Sosialin, at hetta verður eitt sera spennandi tiltak, tí Tim Severin er kendur um allan heim fyri ferðir sínar. At so ein føroyingur hevur verið við á flestu av ferðunum er so eisini nakað, sum kundi fingið nógvar føroyingar at leitað sær niðan í Norðurlandahúsið henda dagin. Sum heild eitt sera áhugavert tiltak. Tiltakið verður sponsorerað av Amerda Hess oljubólkinum. Johan Mortensen, umboðsmaður sigur, at teir vænta sær nógv av hesum tiltakinum og vísir á, at ætlanin er at skipa fyri einum hátíðarhaldi í Kirkjubø 9. februar, har bæði Tim Severin og Tróndur Patursson verða til steðar. Kappróðrarbátur úr Scillyoyggjunum til Føroya Ætlanin er at navngeva og sjóseta kappróðrarbátin, sum Amerda Hess í fjør gav føroyskum kappróðrarfólki. Talan er um eitt serligt slag av kappróðrarbátum, ið bert verða brúktir á Scillyoyggjunum, ið liggja út fyri Cornwall í Suðuronglandi. Har er ein eina ferð um árið stór kapping við luttøku úr fleiri londum. Nú skulu so eisini føroyskir rógvarar verða við. Tað var hugskotið hjá kanningarstjóranum í Amerada Hess, Richard Hardmann at luta út eitt stórt steyp til besta 10. mannafarið á ólavsøku, sum síðani eisini skuldi sleppa við til árliga kappróðurin á Scillyoyggjunum. Í hesum sambandi varð so avgjørt at lata føroyingum ein av hesum kappróðrarbátum sum ogn. Hann skal so virka sum venjingarbátur, áðrenn vinnararnir av ólavsøkuróðrinum fara til Scilly at kappast. Báturin verður sum so ogn hjá føroyskum kappróðri. Báturin er longu komin til landið og verður í løtuni málaður. -Vit vænta okkum nógv av hesum tiltakinum, sum fer fram í Kirkjubø 25 ár eftir, at Tim Severin kom til plássið við bátinum Brendan sigur Johan Mortensen, sum er við til at fyriskipa tiltakið. Herfyri vóru umboð fyri Vestamanna Róðrarfelag á Scillyoyggjunum fyri at kunna seg við umstøðurnar har. Í næstum verður so farið at venja við bátinum. Har verða sjey mans við. Ætlanin er at fara til Scilly seinast í apríl mánað. Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Nú táttar álvarsliga í Allir partar í trætuni millum Landstýrið og Yrkisfelagið hjá Studentaslúla- og HFnæmingum eru samdir um, at málið skal loysast beinanvegin. Men eingin veit hvussu, og næmingarnir eru heilt í villareiði og eru við at missa tolið við lærarunum Samráðingarfundir, pallborðsfundir, mótmælisfundir. Men enn hevur einki hjálpt, soleiðis at studentaskúla- og HF næmingarnir sleppa aftur í skúla. Og næmingarnir, sum alt gongur út yvir, eru farnir at ridla í teirra støðutakan til stuðul. Onkur næmingur helt eftir tingfundin fyrrapartin týsdagin, sum annars einki spurdist burturúr, at nú er stuðulin til lærararnar als ikki so sjálvsagdur meira. Týsmorgunin møttu næmingarnir í Hoydølum til mótmælisgongu oman í Løgtingi fyri á tann hátt at vísa, at nú er tíð upp á, at okkurt hendir. Meðan tað spakuliga gránaði eystan Oyggjarmúla, komu tvær ungar gentur oman eftir Hvítanesvegnum á veg oman í studentaskúlan í Hoydølum. Tær høvdu fingið fundarboð beint fyri midnátt at møta í skúlanum til mótmælistiltak í Løgtinginum. Og í auluni á skúlanum sótu aðrir næmingar, sum vóru í ferð við at fyrireika tað, sum henda skuldi. Heldur múlatrútnir og vónbrotnir um, at heldur ikki mánadagin eydnaðist at fáa nakað úrslit burtur úr samráðingunum millum Landsstýrið og lærarar teirra. Ganga umaftur Men hetta ber ikki til longur, eru tey púra samd um. Og nú er rættiliga farið at sansa at, nú verkfallið er komið væl inn í fjórðu viku. So nógv sansar at hjá summum, at tað frættist fyri vist, at næmingar hava meldað frá og fara ikki upp til roynd í 3. G í summar. >>Enn hava vit ikki frætt um nakran, sum hevur boðað frá, at hann gevst heilt,<< sigur Absalon Eysturoy, formaður í næmingaráðnum í Hoydølum. >>Men tað frættist um næmingar, sum ætla at ganga árið um aftur komandi ár.<< Hann stendur saman við fleiri næmingum og lærarum á økinum millum Løgtingið og Telefonverkið, nú tingfundur er settur klokkan 10 fyrrapartin týsdagin. Tað er kalt, og tey royna at trampa og flyta seg sum frægast. Men inni í Tinghúsinum er fult, og so mikið av hita, at næmingarnir, sum sita næstir vindeyganum við áhoyraraplássini, hava latið upp, nú Eilif Samuelsen skal svara spurngini frá Signari á Brúnni, um hvussu gongur við málinum. Men øll, sum hoyrdu svarið, og tey vóru nógv, bæði úti og inni, vóru so æviga samd um, at har var einki svar. Ein slutur fyri ein slatur. Ella, sum ein lærari í Hoydølum segði: >>Hatta kundi hann gott spart sær. Hatta var tað bera vrøvl.<< Loysast uttan lóg Tingmenn dartaðu aftur og fram, men eingin kom út í túnið at tosa við næmingarnar. Og so við og við gjørdist ov kalt hjá teimum, sum uttan fyri stóðu, og so er ikki so galið at hava Kondittaríið so nær, at til ber at gera eina >>vaktarskipan<< við skifti millum Tinghústúnið og Kondittaríið. Og í gongini hjá tingmonnum ringdi telefonin, og tingmenn gingu á skift út í gongina at tosa danskt. Ivaleyst hevur bankakanningin enn eitt sindur av áhuga kortini, hóast hon hongur langt úti hjá Palleba. Miðflokkurin hevur boðað frá lógaruppskoti, sum skal fáa skil á hesum hurlivasanum. Men tað halda fleiri tingmenn einki hugskot vera kortini. Av teirri einfaldu orsøk, at tað tekur ov langa tíð. Ingeborg Vinther sigur, at hon stuðlar ongum uppskoti, sum ikki staðfestir, at í mesta lagi 24 næmingar skulu vera í hvørjum flokki. Og fyrrverandi floksfelagið hennara, Óli Jacobsen, sigur, at tað verður alt ov leingi at bíða eftir eini løgtingslóg til tess at loysa hesa trætuna. Tað má henda beinanvegin. Gott við tær Og Óli Jacobsen var eisini á røðarapallinum í samband við spurningin til Eilif Samuelsen, landsstýrismann. Hann helt ikki, at tað var nakað skil í, at ein træta ikki kann loysast við vanligum samráðingum. Tað hevði hann nú í 30 ár verið við til, segði hann. Men lærararnir fingu toyggið frá Óla. Og tað hóvaði ikki teimum studentaskúla- og HF lærarunum, sum sótu í pressurúminum í Tinginum og lurtaðu eftir Óla. Serliga var tað, tá hann helt, at Yrkisfelagið hjá lærarunum hevði fingið ov lítið burturúr. Onkur lærari helt fyri, at tað vísti seg, hvussu gott úrslitið er av, at tað vóru 32 næmingar í flokkinum tá Óli gekk í Gøtu skúla. Lærarar vrakaðu semjuna Út við 90 av teimum 105 lærarunum, sum møttu á fundi hjá fakfelagnum hjá studenta- og HF-lærarunum Nevndin í felagnum og landsstýrið sótu alla mánanáttina á fundi, og mánamorgunin varð komið til eina semju. Nevndin í Yrikislærarafelagnum treytaði sær tó, at semjan skuldi góðkennast av limunum. Við útvarpið segði Snorri Fjalsbak, formaður í Yrkisfelagnum, at landsstýrið als einki boð hevði upp á loysn, og eftir at hava sitið og togast í nógvar tímar, fór Yrkislærarafelagið >>út um mark<<, sum Snorri Fjalsbak málbar seg. Semjan lóðaði upp á, at lærararnir skuldu fáa pengar fyri hvøn næming, oman fyri teir 24. Ósemjan tykist nú aftur at standa í botni, og verkfallið er nú farið inn í fjórðu vikuna. Næmingarnir hava nú einans umleið 50 skúladagar eftir, og fleiri hava skula latið endaligar uppgávur inn - eitt nú skuldu 2. HF-næmingarnir nú skrivað sína endaligu annaðársuppgávu. Snorri Fjalsbak segði við útvarpið, at fyri hvønn dag, sum nú gongur, sær tað nú enn svartari út fyri næmingarnar, sum ikki kunnu verða vísir at fáa prógvið til tíðina seinast í juni mánaði. Lærararnir siga seg vera í lógligum verkfalli. Eilif Samuelsen, landsstýrismaður, sigur, at lærarnir eru í ólógligum verkfalli. Eitt eru partarnir tó samdir um: ­ Tað er, at hin parturin nú eigur útspælið Koyrikortini galda til ár 2001 Tað eru liðin hálvt annað ár síðani, at Bileftirlitið fór undir at geva út nýggju koyrikortini, sum eru á stødd við eitt vanligt gjaldskort, og sum er gjørt úr plasti Í seinasta Kunngerðarblaðnum ger landsstýrismaðurin Ivan Johannesen kunnugt, at tey gomlu koyrikortini - tey, sum ikki eru gjørd í ES-sniði - fara úr gildi 31. desember ár 2000. Tað er Bileftirlit Føroya, sum skipar fyri umbýtinum, og kallar inn gomlu koyrikortini til umbýtis. Men fyri at fáa nýggja koyrikortið, skulu fólk gjalda Bileftirlitinum 25o krónur. Fyrstu reglurnar eru longu skrivaðar Tordur Niclasen um misálit á Eilif Eisini Tordur Niclasen úr Miðflokkinum nýtti høvið at siga sína hugsan um verkfallið á miðnámsskúlunum. Tordur var ikki beinleiðis vinarliga sinnaður mótvegis landsstýrismanninum og metti, at hann hevði gjørt alt ov lítið fyri at fáa ein enda á ósemjuni. Eins og fleiri aðrir tingmenn, m.a. Marita Petersen og Ingeborg Vinther, vísti hann á, at landsstýrismaðurin longu18. desember 1997 visti, ella burdi vita, at málið kundi fara so langt, sum tað nú er komið. Tordur fíltist á, at sambandið partanna millum ikki var hildið viðlíka eftir at Yrkisfelgið hevði sagt seg ikki kunna taka undir við ætlaðu samanleggingini av tveimum studentaskúlum við skúlan á Kambsdali. Miðflokkamaðurin metti, at Eilif Samuelsen als ikki hevði livað upp til ta ábyrgd, ið ein landsstýrismaður átti at vísa. Samstundis ráddi Tordur Eilifi til, at fáa eina loysn á málinum, tí hann skuldi ikki kenna seg alt ov tryggan í landsstýrissessinum. - Fyrstu tíggju reglurnar í misálitinum til landsstýrismannin í skúlamálum eru longu skrivaðar, segði Tordur Niclasen, tingmaður fyri Miðflokkin at enda í viðmerkingum sínum. Leo Poulsen Verður endurgjaldskrav reist: Hvør skal so gjalda Nakað av kjaki stóðst av, at verkfallið á miðnámsskúlunum var so nógv útligið, at talan saktans kundi gerast um eitt endurgjaldskrav frá næmingunum Fleiri av røðarunum í tinginum í gjár vóru inni á spurninginum um, hvørt næmingarnir kundu reisa endurgjaldskrav fyri mista skúlatíð. Málið var í veruleikanum tað, at av tí at næmingarnir nú høvdu mist so nógva skúlatíð var ivasamt, um teir fóru at standa próvtøkurnar - ella um teir í heila tikið fóru upp til hesar próvtøkur. Undir øllum umstøðum kann fýra vikur langa verkfallið nú hava ført til, at fleiri av næmingunum falla frá, og tískil hava spilt burtur eitt heilt ár. Tí í so fall má metast, at fyrra hálvár av skúlaárinum er gingið til púrasta onga nyttu, samstundis sum næmingarnir standa við einum seinna hálvári, sum teir als ikki kunnu brúka til nakað. Landsstýrið ella Yrkisfelagið Jógvan Djurhuus var inni á hesum sama og vísti á, at eitt møguligt endurgjaldskrav mátti enda hjá landsstýrinum, tí hvar aðrastaðni skuldi eitt slíkt annars fara. Men hvørki Bjørn á Heygum ella Bjarni Djurholm vóru samdir í hesum. Seinni nevndi vísti á, at tað var Yrkisfelagið, ið ikki vildi møta á samráðingarfundi, og tískil var høvuðsorsøkin til, at ein stórur partur av skúlaverkinum nú hevur ligið stillur í fýra vikur. Jógvan Djurhuus vísti á, at landsstýrið í síðsta enda hevur ábyrgd av skúlaverkinum, og tí mátti eitt endurgjaldskrav sjálvandi enda á landsstýrisborðinum. Um so landsstýrið kravdi peningin aftur frá Yrkisfelagnum, var ein onnur søga. Leo Poulsen Loys nú trætuna, Eilif! Óvanliga drúgt orðaskifti um skúlaverkfallið: Fyrispurningurin hjá Signari á Brúnni til Eilif Samuelsen, landsstýrismann í skúlamálum, um verkfallið í miðnámsskúlunum, fekk eina óvanliga drúgva umrøðu í tinginum í gjár. Meiri enn fullsettu áhoyraraplássini hildu neyvan tingmonnum aftur, og ofta bar orðaskiftið brá av lifran fyri næmingunum Stúvstappaðu áhoyraraplássini gjørdu helst sítt til, at orðaskiftið um svarið hjá Eilif Samuelsen gjørdist ógvuliga drúgt. Tveir og ein hálvan tíma vardi tað. Signar á Brúnni hevði spurt Eilif Samuelsen, hvør orsøkin var til, at umleið 900 næmingar í HF- og studentaskúlunum ikki sleppa í skúla aftur, nú ið skúlarnir hava spart ta upphædd, ið landsstýrið kravdi skuldi sparast. Svarið hjá Eilifi var drúgt, men kortini bert ein gjøgnumgongd av gongdini í málinum. Sostatt fekst einki ítøkiligt at vita frá landsstýrismanninum í fyrsta umfari, um hvør orsøkin til framhaldandi verkfallið var. Hetta kom tó fram seinni, tá Eilif í einum av sínum fimm umførum á røðarapallinum vísti á, at Yrkisfelagið hjá HF- og studentaskúlalærarunum var ótrúliga tungt at dansa við, og tí stóð aftur í botni, tó at ein avtala annars var komin undir land, partanna millum. Er peningurin spardur? Svarið var sum nevnt ikki nøktandi í fyrstu syftu, og tí spurdi Signar á Brúnni aftur, hvørjar ætlanir landsstýrið hevði við málinum. Tjóðveldistingmaðurin vísti á, at nú var enn ein vika gingin, og úrslitið fór nú at gerast, at næmingar fóru ikki upp til próvtøku. Spurningurin var so, um næmingarnir kundu seta fram endurgjaldskrav fyri eitt spilt ár, og í so fall ímóti hvørjum? Jákup Joensen vísti á, at landsstýrismaðurin hevði ikki svarað spurninginum. Hann vísti á, at landsstýrið hevu ábyrgdina av, at anarki og lógloysi ikki valdar á skúlunum. Eisini vildi Jákup Joensen hava at vita, um peningurin veruliga var spardur. Yrkisfelagið hevði greitt boða frá, at teir sanniliga ikki væntaðu at verða afturhildnir í løn, og tá landsstýrið sostatt framvegis hevði hesar lønarútreiðslur, hvar var so sparingin. Haldið á til semja er fingin Óli Jacobsen segði, at Yrkisfelagið var amatørkent. Teir søgdu upp avtalur, ið binda teir, men ikki avtalur, ið binda landsstýrið. Soleiðis virka sáttmálar og samráðingar ikki. Óli vísti á, at hann sjálvur hevði 30 ára royndir við samráðingum, og hann helt, at eitt so banalt mál átti at verið loyst meiri siviliserað. Ofta draga samráðingar út, men verður ikki givist í hálvum gekki, ber nærum altíð til at mýkja málini so mikið, at ein loysn fekst. Hann dugdi tí als ikki at skilja Yrkisfelagið, tá teir kundu avlýsa samráðingar, tí teir orkaðu ikki at samráðast. Og hetta eftir eitt samráðingarumfar, ið bert hevði vart einar 12 tímar. Hesa somu áskoðan høvdu fleiri aðrir tingmenn, og heittu teir eisini á landsstýrismannin um at boða Yrkisfelagnum til fundar og sita har, til ein semja var fingin. Prinsippmál Finnbogi Ísakson ásannaði, at løgtingið ikki var nakar semingsstovnur, men kortini kundi ein gera sær sínar tankar um málið. Hann segði, at svarið frá Eilifi var ikki nakað svar, men bert ein gjøgnumgongd av málinum, sum nú var broytt frá einum máli um sparingar til eitt prinsippmál um leiðslurættin á skúlaøkinum. Og her var einki at tvistast um: leiðslurætturin liggur í síðsta enda hjá landsstýrinum. Men tá nú málið við sparingunum var rokkið, og framvegis eingin semja var fingin, kundi talan nú bert vera um stoltleika. Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum vísti á, at næmingarnir vóru tapararnir í málinum. Hann metti tað lítið sømiligt, at eitt so lítið mál, sum í veruleikanum snúði seg um fýra næmingar, ið vóru komnir í klemmu, skuldi halda 900 øðrum næmingum frá at sleppa í skúla. Bjarni vísti eisini á, at hóast 24 næmingar í hvørjum flokki var eitt stórt tal, so hevði Yrkisfelagið víst lítlan vilja at loysa málið. Hann segði, at tað var heilt burtur við av Yrkisfelagnum at draga aðrar spurningar inn í hetta málið, samstundis sum hann heitti á landsstýrismannin um nú ikki at ganga í smáum skóm. Landsstýrið skyldar ikki Yrkisfelagnum nakað, men næmingunum. Avtala var undirskrivað Eilif Samuelsen viðgekk, at næmingarnir merktu sviðan av ósemjuni. Um tað bert hevði verið eitt stríð millum landsstírið og Yrkisfelagið, so kundi tað verið tað, tað var. Men tað syrgiliga var, at næmingarnir vóru gíslar í málinum. Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at landsstýrið hevði víst ein vilja at loysa málið. Ein avtala var fingin í lag, og eisini undirskrivað. Ein avtala, ið greitt segði, at flokkarnir við HF- og studentaskúlan á Kambsdali kundu halda fram sum framman undan, men at limirnir í Yrkisfelagnum høvdu avvíst hesa semju. Hann harmaðist eisini, at Yrkisfelagið hvørki vildi hava gerðarrætt at avgera málið, ella semingsmann upp í samráðingarnar. Orsøkirnar til hetta vóru, at Yrkisfelagið ikki vildi >>risikera<< at tapa ein úrskurð í gerðarrættinum. Men samanum tikið kann sigast, at løgtingið var samt um, at nú mátti ein semja fáast á trætuni, ongatíð ov skjótt, og allir flokkar heittu á landsstýrismanninum um at gera alt fyri, at næmingarnir sluppu aftur í skúla - helst tann dag í dag. Tíðindaskriv frá Føroya Lærarafelag Føroya Lærarafelag sendi út samhugaskriv hin 7. januar 1998 og veitti í tí sambandi Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og tiltaki teirra fullan stuðul. Føroya Lærarafelag veitir enn sum áður Yrkislærarafelagnum sín fulla stuðul. Trætan hevur vart ov leingi og landsins myndugleikar hava enn ikki megnað at loysa hetta fyri undirvísing og næmingar so týdningarmikla mál. Føroya Lærarafelag hevur tí gjørt av, at er málið viðvíkjandi næmingatalinum í hvørjum flokki ikki loyst á midnátt hósdagin tann 29. januar 1998, fer felagið at umhugsa at seta neyðug stuðulstiltøk í verk. Hetta verður fráboðað Føroya Landsstýri í dag eins og áður umrødda samhugaskriv frá 7. januar 1998 verður lagt við hesum. 27. jan. 98 v/ Føroya Lærarafelag Andras L. Samuelsen, formaður Samhugaskriv Nú Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara er farið í arbeiðssteðg, vil Føroya Lærarafelag við hesum veita tiltakinum fullan stuðul. Í undirvísingarverkinum eiga skipað viðurskifti at vera. Partarnir, ið virka á hesum øki, møtast tí javnan at áseta arbeiðsviðurskifti. Á økinum eru eisini lógir, kunngerðir og rundskriv galdandi, sum ikki einvíst kunnu skúgvast til viks. Nú Undirvísingar- og Mentamálstýrið tykist sáa iva um næmingatalið í hvørjum skúlaflokki, fara vit harðliga at átala hesi framferð. Bæði í gomlu og nýggju Fólkaskúlalógini er ásett, at næmingatalið skal ikki fara upp um 24 í hvørjum flokki. Í serligum førum kunnu frávik gerast. Okkum kunnugt eru eingi serlig viðurskifti galdandi, ið loyva Undirvísingar- og Mentamálastýrinum at víkja frá hesi meginreglu. Eins og galdandi er á fólkaskúlaøkinum, hevur eisini Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara avtalu um, at hámarkið fyri næmingum í hvørjum flokki er 24. Vit heita tí á Undirvísingar- og Mentamálstýrið um at síggja til, at avtalan verður hildin og at samráðingar við Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-læara verða tiknar upp í stundini, øllum til sóma. Við fakfelagskvøðu Tórshavn, 7. jan. 98 v/ Føroya Lærarafelag Andras L. Samuelsen Tiltøk Møtir, fundir o.a. Meinigheitshúsið í Havn Missiónsvikan '98 heldur fram í kvøld kl. 20, har Alfred Petersen talar. Meinigheitsbólkurin syngur. Hósdagin serstakt ungdómskvøld við Bergur D. Joensen. Bólkurin I Am syngur. Drama. Samkoman Immanuel Í kvøld møti kl. 20.30. Rhema á Hálsi Mikukvøldið kl. 20 møti. Poli Jacobsen talar. Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli. Biðið verður fyri sjúkum. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin, Tórshavn Í dag kl. 15: Bøn. Hóskvøldið kl. 20: Heimaforbundið. Allar kvinnur kunnu vera við. Norðoya Vistarheim Niels Pauli Danielsen hevur gudstænastu á Norðoya Vistarheimi hóskvøldið 29. januar kl. 19.30. Hvalvíkar Missiónshús Missiónsvikan byrjar mikukvøldið kl. 20 v/ Ingu Poulsen Dam, presti, og Osmundi Olsen. Frá Lívsins Orð Møti verður mikukvøldið kl. 20. Barnamøtið leygardagin kl. 17. Møti sunnumorgunin kl. 10.30. Hoyvíkar skúli Sunnudag kl. 14.00: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18.00: Møti við Tórbjørn & Co. Oasan Bønarmøti verður mánakvøldið kl. 20.00, lovsangs- og bønarmøti. Øll eru vælkomin. KFUM & KFUK Fríggjakvøldið 30. jan verður opið hús í KFUM. Børn undir 13 ár kl. 19-21. Ung yvir 13 ár kl. 19-01. Eldrasamkoma verður mánadagin kl. 15 í KFUK v/ Suna Joensen. Evni: Frásagnir. 4. grein (eldri KFUK skótar) koma saman í KFUK mánakvøldið kl. 19.30. Øll eru vælkomin til okkara tiltøk og fundir. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundur Sporafundur verður í Havn í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Mentunnar caféin Ælabogin Bøgøta 3, Klaksvík Hóskvøldið 29. jan. verður filippinskt kvøld. Borðreitt verður við filippinskum døgurða, myndir frá Filippinunum verða vístar og greitt verður frá landinum. Á skránni verður eisini filippinskur tónleikur og framsýndir verða lutir úr oyggjunum. Opið verður frá kl. 19.30. Tiltakið kostar 40 kr, sum umfatar bæði døgurðan og kaffi/te. Øll eru hjartaliga vælkomin. Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld.. Fríggjakvøldið 23. januar: Kafékvøld kl. 21-24. Bólkurin >>Í essinum<< v/ Heðin D. Ziska (guitar), Christian Blak (klaver) og Mikael Blak (brass). Leygardagin 24. jan.: >>Í essinum<< spælir á eini konsert í Humlebæk. Sunnudagin 1. februar: Fernisering kl. 15-17: Gundur F. Mikkelsen, 22 ár, reportagu- og listfotografur úr Vestmanna, opnar framsýning. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Minningarorð um Johan F. Djurhuus, skrivstovustjóra f. 21. jan. 1918 d. 13. jan. 1998 Tann 13. januar andaðist Johan Djurhuus, fyrrverandi skrivstovustjóri á Landsskrivstovuni. Johan Djurhuus hoyrdi til tað ættarliðið av vælútbúnum føroyingum, ið kom heim aftur eftir annan heimsbardaga. Meðan teir flestu valdu beinleiðis at fara uppí politikk, valdu aðrir embætisleiðina, millum teirra var Johan Djurhuus. Meira enn nakar annar kom hann at mynda ta ungu heimastýrisumsitingina, ið varð sett á stovn, eftir at heimastýrislógin var komin í gildi í 1948. Hetta merkti ikki, at Johan ikki hevði politiskan áhuga. Hann var av stinnum sambandsbergi brotin, men hann lat ongantíð sína politisku áskoðan ávirka sínar málsviðgerðir ella støðutakan í dagligu leiðsluni av fyrisitingini. Johan Djurhuus var elsti sonur Kristian Djurhuus, sýslumann og løgmann fyri Sambandsflokkin í tvey valskeið, og Margrethu F. Nielsen úr Heiðunum, frá teimum fekk hann í vøggugávu góð evni og nógvar gávur. Hann var giftur við Esther Djurhuus, tannlækna, ið er dóttur Knút Lutzen og Metu f. Laursen. Hann vaks upp á Tvøroyri, har faðirin var sýslumaður. Í 1937 tók hann eins og nógvir tvørámenn studentsprógv á Rungsted Statsskole. Eftir hetta fór hann at lesa løgfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn og kom at verða verandi í Danmark øll krígsárini, og tað setti sín dám á hann. Eftir lokið prógv arbeiddi hann í danska fíggjarmálaráðnum, til hann í 1947 kom til Føroya at starvast hjá Vinnulánsgrunninum, ein almennur grunnur, ið fíggjaði endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Tá heimastýrið varð sett á stovn í 1948 yvirtók tað nýggja útinnandi valdið, landsstýrið, umsitingina hjá løgtinginum, og skrivstovustjóri løgtingsins, Edward Mitens, cand. jur. gjørdist fyrsti stjóri fyri nýggju fyrisitingina. Tá Mitens árið eftir fór frá vegna aldur, gjørdist Johan Djurhuus skrivstovustjóri. Hetta embætið útinnti hann ábyrgdarfult og samvitskufult til hann legði frá sær á heysti 1987. Hann var tá 69 ára gamal og hevði tá tænt tí almenna í Føroyum í fýrati ár. Løgmonnum, landsstýrismonnum og løgtingsmonnum var Johan Djurhuus ein dyggur stuðul og ein hollur ráðgevi. Hann hevði eina vinnandi medferð, var vinsælur og fyrikomandi, samstundis sum hann dugdi at halda tann avstand, sum er neyðugur, um eitt embætisverk skal kunna virka undir skiftandi landsstýrum. Hann dugdi serstakliga væl at seta virðing um embætið og landsfyrisitingina. Hann vísti øðrum virðing og var sjálvur høgt virdur sum menniskja og sum embætismaður. Til almennar vitjanir var hann hin sakkøni í protokolspurningum, hjá honum lá tað líkasum í blóðinum. Eisini til samráðingar uttanlands var hann tann sakligi og sáttligi embætismaðurin, og tann gløggi analytikarin, ið einhvør politisk sendinevnd tørvar í torførum samráðingum yvirfyri mótpørtum við drúgvum altjóða royndum í samráðingarkynstri. Tað var júst undir slíkum umstøðum, at royndir, gløggskygni og løgfrøðiligu førleikar Johan Djurhuusar komu til sín rætt og gjørdu sítt gagn. Tað nívdi hann, tá politikkarar ikki vildu geva fyrisitingini tær umstøður, ið skuldu til fyri at kunna fylgja við í tí skjótt vaksandi samfelagsmenningini. Hann visti sum var, at ein vælvirkandi fyrisiting var fortreytin fyri politisku skipanini og rættarsamfelagnum. Johan Djurhuus hevði eitt fjølbroytt arbeiðsøki. Hann var sjúkrahússtjóri til 1978, limur í donsk-føroysku nevndini viðvíkjandi almannalóggávuni 1959-87, løgfrøðiligur ráðgevi hjá barnaverndunum 1960-84, formaður í nevndini fyri Hotel Torshavn 1978-86, limur í stýrinum fyri jarðfrøðiligu rannsóknirnar hjá Danmarks Geologiske Undersøgelser í Føroyum frá 1979, formaðurfyri Jólamerkjagrunnin 1980-87, formaður í stýrinum fyri Skúlan á Trøðni og ritstjóri á Lógbók fyri Føroyar frá 1988. Johan Djurhuus var eisini aðalskrivari hjá Fróðskaparsetri Føroya 1965-74 og limur í setursráðnum 1974-84. Fróðskaparsetrið var eitt av hjartamálum Johan Djurhuusar. Vit minnast í tøkk hann sum ein av undangonumonnunum, ið løgdu lunnar undir ein føroyskan lærdan háskúla, Fróðskaparsetur Føroya. Tá Johan Djurhuus legði frá sær, kundi hann líta aftur á eitt langt og hendingaríkt lív. Hann hevði tá staðið á odda fyri uppbyggingini av heimastýrinum, hevði lagt lunnar undir almennu umsitingina, har hann legði dent á góða málsviðgerð og holla ráðgeving av politikkarunum. Johan Djurhuus hevði stóran tokka til gomlu Havnina, har hann hevði sínar røtur. Tað er ikki minst honum at takka, at tað eydnaðist at varðveita gamla umhvørvið í Tinganesi. Hann var frá fyrsta degi talsmaður fyri, at tað almenna skuldi ogna sær ognirnar í Tinganesi, tí hann sá virðini í gomlu pakkhúsunum hjá Kgl Einahandlinum. Hann kendi søguna hjá gomlu Havnini, og tað var ein sonn frægd at hoyra hann greiða frá umhvørvinum úti á Reyni og Tinganesi. Til myndina av tí gløgga embætismanninum hoyrir eisini, at Johan var hugnaligur í vertskapi. Hann hevði ein fínan humor og dugdi sum nógvir av hansara ættarmonnum væl at siga frá. Johan Djurhuus er nú farin, og tað er av álvara farið at tynnast í tí liði av embætismonnum, ið bygdu upp okkara fyrstu almennu fyrisiting. Hann verður saknaður av teimum, sum hann í sínum fjølbroytta lívsyrki kom í samband við. Størstu er saknurin hjá konuni Esther, børnum og abbabørnum, og tankar okkara leita í samkenslu til teirra, nú vit minnast og lýsa frið yvir háttvirda Johan Djurhuus. Edmund Joensen, løgmaður Artur gjørdi 13 mál Hondbóltur: Neistin var frammanfyri, men StÍF vann Tað sá leingi út til, at Neistin fór at fáa tvey óvæntað stig frá strandingum leygardagin, men tá dysturin var liðugur, hevði StÍF vunnið og givið Neistanum enn fleiri trupulleikar í botninum av 1. deild. Neistin hevði tak á meginpartin av dystinum og var eina tonn frammanfyri, men móti endanum skrædnaði, strandingar tóku sær um reiggj og vunnu 27-25. Fyri StÍF hevði tað verið at mett sum ein >>katastrofa<< at tapt móti botnliðnum, nú tað ræður um at halda fast í toppinum. Og sum ikki eina ferð var tað Artur Johansen, sum var høvuðspersónurin aftan fyri StÍF-sigurin. Hann gjørdi ikki færri enn 13 mál. Saman við honum gjørdi Kári Mortensen mest um seg á vøllinum og fekk 11 mál. Men tað var ikki nóg mikið fyri Neistan, sum framvegis bert hevur KÍF afturat sær í botninum. Tann 28. mars er seinasti dagur í endaspælinum, og tá spæla Neistin og KíF í Havn. Hesin dysturin kann gerast heilt avgerandi fyri, hvør endar aftast í deildini og flytir niður. StÍF er framvegis bert eitt stig aftan fyri VÍF, og hesi bæði liðini spæla á Skála 21. februar. Neistin-StÍF 25-27 (13-11) Neistin: Kári Mortensen 11, Svenning Hansen 4, Páll Nólsoy 3, Høgni í Jákupsstovu 2, Jákup S. Kass 2, Finnur Petersen 2, Teitur Samuelsen 1. StÍF: Artur Johansen 13, Alexander Johannesen 4, Poli Hansen 3, Sveinbjørn Poulsen 3, Jónleif Sólsker 3, Agnar Højgaard 1. Útvísingar: Neistin 6, StÍF 4. Reytt kort: Neistin 1. Fleyr vann hjá monnum og Mjølnir hjá kvinnum Flogbóltur: Menninir hjá Fleyr og kvinnurnar hjá Mjølnir vunnu meistaradeildirnar í NS-Cup í Klaksvík At Mjølnir er besta lið í meistaradeidlini hjá kvinnum er eingin ivi um. Tað vístu tær greitt í finaluni sunnudagin móti Fleyr. Liðið hjá Mjølnir er ein blandingur av gomlum royndum spælarum, og nýggjum ungum kreftum. Tær arbeiða ótrúliga væl saman, og arbeiða nógv fyri hvørjari aðrari. Í finaluni sunnudagin vístu tær hvar skápið skuldi standa. Tær løgdu eitt hart trýst á Fleyr beinanvegin, og komu rættiliga fitt framum. Tær løgdu eitt hart trýst í álopsspælinum og arbeiddu sum hestar í verjuni. Tó so, tær hava sum hini liðini eisini hug at steðga upp eina løtu, og soleiðis var eisini sunnudagin. Fleyr kom afturíaftur. Tær gjørdu tað tær kundu, men tað rakk ikki. Fleyr kláraði ikki at halda tørn, og tí vann Mjølnir settið greitt. Í øðrum setti kundi roknast við, at Mjølnir sprakk avstað beinanvegin, men so var ikki. Fleyr vildi fegin vísa, at tær eisini kundu spæla vakran flogbólt, og áðrenn Mjølnir visti av, var Fleyr á odda 7-0. Spælið hjá Fleyr gekk ótrúliga væl hesa løtuna, og tær gjørdu ongar feilir. Tað var nú, at Mjølnir skuldi vísa hvat tær dugdu til, og tað gjørdu tær so. Gongd kom á spælið hjá Mjølni, og tær settu ferð á. Tær hava nakrar stórar leikarar á miðjuni, og tað var ongin sum kundi standa teimum kurl. Mjølnir fekk fyrst javnað við støðuna 8-8, og settu so avgerandi trýst á. Tær vunnu eisini annað sett og harvið dystin 2-0. Eftir dystin fekk Mjølnir handað steyp og heiðursmerki fyri sigurin. Mansfinalan Eftir tí at døma sum var hent kvøldið fyri, vóru tey flestu vís í, at Mjølnir fór at vinna dystin móti Fleyr sunnudagin. Men hóast Mjølnir vann greiðan sigur leygardagin, so var tað ikki nóg mikið til finaluna sunnudagin, hóast tað sá soleiðis út í fyrsta setti. Tað má verða langt síðani, at Fleyr hevur leikt so illa sum teir gjørdu í fyrsta setti. Álopsspælið virkaði slettis ikki. Móttøkurnar vóru ikki serliga góðar, og uppspælið var heldur ikki gott. Onki gekk sum tað skuldi hjá Fleyr. Hjá Mjølni var munandi betri. Blokadan fekk fatur á tí mesta sum Fleyr royndi at fáa gongd í, meðan álopsspælið koyrdi heilt hampuligt. Um tað var tað vánaliga spælið hjá Fleyr í fyrsta setti, sum gjørdi tað, ella okkurt annað, skal verða ósagt, men í øðrum setti var Mjølnir-liðið sum hamskift. Spælið hjá teimum fall heilt til jarðar. Tað flótandi spælið sum hevur verið teirra sermerki í ár, var burtur sum døgg fyri sól. Hjá Fleyr gekk harafturímóti munandi betri. Verjuspælið var munandi betri nú, og álopsspælið kom eisini fyri seg. Við hesum kom eisini bardagaandin aftur í teir, nú teir sóu, at teir høvdu ein møguleika. Fleyr vann annað sett, og tí mátti farast undir triðja sett. Í triðja setti varð leikt við >>running-score<<, og tað merkir, at hvør bóltur gevur stig. Hetta settið gekk meira javnt á, og liðini fylgdust tað mesta av settinum, men Fleyr syrgdi fyri alla tíðina at hava nøsina framman fyri og harvið leggja trýst á Mjølnir. Triðja sett endaði við, at Fleyr vann, og tÍskil vunnu teir Mjølnir-kappingina NS-Cup 1998, og enntá uppá eitt avboð. Tað má sigast, at tað var uppiborið, at Fleyr vann, sjálvt um teir leiktu so illa í fyrsta setti. Dysturin er ikki liðugur fyrr enn síðsta sett er leikt, og samanum tikið má sigast, at Fleyr leikararnir bardust meiri fyri sigrinum enn Mjølnir leikararnir gjørdu tað. Tað kann so harafturarat sigast, at er hetta framtíðarútlitini fyri mansdeildina, so verður spenningur um meistaraheitið, tí tað sær út til, at munurin á liðunum er ikki so stórur kortini. Hinar deildirnar Tað varð eisini kappast í fyrstu og aðru deild, bæði hjá monnum og kvinnum. Í fyrstu deild hjá monnum hevur SÍ gjørt bart. Í landskappingini liggja teir klárt á odda, og tað man fara at verða lítil ivi um, at teir flyta upp í meistaradeildina komandi ár. Onkrir royndir leikarar eru við á liðnum, og eisini onkrar yndir kreftir. So tað sær ljóst út hjá teimum har vesturi. Fyrstu deild hjá kvinnum vann Mjølnir. Nakrir av leikarunum hava fyrr verið á besta liðið hjá Mjølnir, men nú hava tær trekt seg aftur. Tó so, eina Mjølnir kapping kann man altíð spæla, og vinna eisini, um tað skal verða. TB vann aðru deild hjá monnum, meðan NFL vann aðru deild hjá kvinnum. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Stór flogbóltskapping í Klaksvík Flogbóltur: Mjølnir skipaði um vikuskiftið fyri stórari flogbóltskapping fyri vaksnamannadeildirnar Mjølnir skipaði fyri flogbóltskapping í Klaksvík um vikuskiftið. Kappast varð í øllum vaksnamannadeildum, bæði hjá monnum og kvinnum. Í meistaradeildini vóru øll liðini við, og tí kundi roknast við spennandi kapping. Hjá monnunum varð roknað við, at Fram og Mjølnir fóru at gera bart, men tað gongst ikki altíð sum væntað, heldur ikki í flogbólti. Fyrsti dystur Í meistaradeildini hjá monnum var millum Fram og ÍFb. Verður hugt eftir stigatalvuni, so kundi roknast við einum greiðum sigri til Fram, men so varð ikki. ÍFb legði ógvuliga hart út. Verjuspælið hjá fuglfirðingum hevur altíð verið ein søga fyri seg, og tað má sigast, at teir spentu seg rættiliga út henda leygardagin í Klaksvík. Teir komu nøkur stig framum, og har hildu teir seg. Fram fekk ongantíð glið á tað kontanta álopsspælið, og settið endaði við sigri til ÍFb. Fram-leikararnir tóku seg saman í øðrum setti og fingu eftir tógvið stríð hálað annað sett heim. Í triðja setti gekk javnt á. Liðini fylgdust heilt upp til 14-14. Blokadan hjá ÍF virkaði ógvuliga væl, meðan Fram-leikararnir virkaðu troyttir og stirvnir. Eftir at hava togast eina góða løtu, eydnaðist tað ÍFb at trekkja longra stráið og vinna dystin 2-1. Fleyr leikti síðani móti ÍFa. Har var munurin greiður. Fleyr setti seg á dystin frá byrjan, og vann eisini rímiliga skjótt 2-0. Fram tapti aftur Næsti dysturin hjá Fram var ímóti Fleyr. Nú var roknað við, at Fram fór at taka seg rættiliga saman, men tað vísti seg, at teir vóru ikki betur henda dagin. Úrslitið av dystinum var, at Fleyr vann 2-1. Úrslitið var rættvíst, tí spælið hjá Fleyr var meira samanhangandi enn tað var hjá Fram. Sigmund av Teigum, sum annars er tann berandi leikarin hjá Fram, fekk ongantíð sítt spæl at koyra, og tá hann er úti, hava hinir tungt við at taka ábyrgd. Mjølnir hevur havt eitt gott kappingarár í ár. Teir eru javnt góðir, gera fáar persónligar feilir, og tað er sera týdningarmikið Í flogbólti. Teir vunnu allar sínar dystir í innleiðandi umfarinum og komu leikandi lætt í finaluna. Hvat mótstøðuliðið skuldi verða var hinvegin ikki greitt, tí bæði Fleyr og ÍFb høvdu ein møguleika, og teirra dystur var eisini spennandi. Fleyr byrjaði sum eitt ódnarveður, og vann fyrsta sett klárt. Tað var ongin ivi um, at teir vóru uppsettir, men tá fyrsta sett var av, gloymdu teir alt um dystin. ÍF kom fyri seg aftur, og eins og í dystinum móti Fram, fingu teir gongd á eitt flótandi álopsspæl og sera gott verjuspæl. ÍFb vann bæði annað og triðja sett og tískil dystin 2-1. Tískil stóðu teir við meiri enn øðrum beininum í finaluni. Vunnu teir lokaluppgerðina móti ÍFa, so vóru teir í finaluni. Tað gjørdu teir eisini. Men tað vóru aðrar umstøður sum gjørdu at teir ikki fingu loyvið til at leika hana sunnudagin. Ein av leikarum hjá ÍF fekk av persónligum ávum ikki leikt finaluna sunnudagin, og ÍF valdi tí at trekkja liðið úr finaluni. Av tí at Fleyr var nummar trý, vórðu teir bidnir um at leika finaluna sunnudagin, og teir játtaðu. Kvinnurnar hjá Mjølni sett kósina Tað er Mjølnir sum hevur sett kósina í meistaradeildini hjá kvinnunum Í ár. Kósin hevur alla tíðina staðið móti toppinum, og tær vístu eisini leygardagin, at tað ikki er av tilvild, at tær eru nummar eitt. Hini liðini hava øll vunni ímóti hvør øðrum og tí gjørt klaksvíksgentum lívið lættari í oddinum. TB, sum liggur nummar tvey í landskappingini, hevði ikki ein góðan dag leygardagin, og vann bert tveir dystir. Tvørágentur kláraðu ikki at halda tað støðið tær hava víst fyrr í ár, og spælið var nakað trilvandi. Hevði TB vunnið síðsta dystin móti Mjølnir, so komu tær í finaluna, men so var ikki. Hjá Fleyr hevur ikki hilnast serliga væl í ár. Liðið er ikki nóg væl samanspælt og hevur tí trupulleikar at fáa spælið at flóta. Tó so, tær vunnu á TB í innleiðandi umfarinum, og eisini á ÍF, sum tær annars taptu 3-0 fyri í landskappingini fyri stuttum. Dráttur og ÍF vóru hini bæði liðini í meistaradeildini hjá kvinnum, og har hilnaðist onki serligt. Hvørki av liðunum fekk spælið at hanga so mikið saman, at tey gjørdust nøkur hóttan. Dráttur vann fyrsta dystin móti Fleyr, men hevði trupulleikar í restini av dystunum. Hjá ÍF kom ongantíð gongd á. Tær hava annars fleiri góðar spælarar á liðnum, og tað er onki at ivast í, at tá tær taka seg saman, so kunnu tær hótta øll liðini í meistaradeildini, Hygg bara eftir dystunum í landskappingini, har tær hava vunnið á bæði TB og Fleyr í seinastuni. Endaliga úrslitið av innleiðandi umfarinum var, at Mjølnir gjørdist klárt nummar eitt. Tær vunnu allar fýra dystirnar og komu tí í finaluna. Á øðrum plássi kom Fleyr ájavnt í stigum við TB, men av tí at settmunurin hjá Fleyr var betri, so kom Fleyr í finaluna sunnudagin. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Føroyskur hondbóltsspælari roynir seg í Danmark Hondbóltur: Heini Joensen venur í hesum døgum við danska 2. deildarfelagnum Århus KFUM Ein av okkara frægastu hondbóltsspælarum Heini Joensen er nú farin at royna seg í donskum hondbólti. Heini, sum fyrr hevur spælt við KÍF og Kyndli, er farin til Århus á ítróttarskúla og er samstundis farin at venja við Århus KFUM, sum í løtuni er besta hondbóltslið í býnum. - Eg var við í einum venjingardysti týskvøldið í síðstu viku, og tað gekk gott, haldi eg, sigur Heini í telefonini úr Århus. Liðið, Århus KFUM spældi ímóti, var Flensborg úr Týsklandi. Hetta er eitt av bestu liðum í Europa, og teir hava fleiri landsliðsspælarar úr m.a. Danmark og Russlandi. Týska liðið vann 29-25, og hetta verður mett sum eitt stak gott úrslit fyri Århus KFUM. Heini spældi tilsamans góðan hálvan tíma av dystinum. - Eg dekkaði á vonginum og á bakkinum og spældi eisini á bakkplássinum í álopinum, sigur Heini. Hetta eru eisini plássini, hann helst vil spæla á, so leingi tað er í høgru síðu. Spæliloyvið ikki komið Enn hevur Heini Joensen bert spælt ein venjingardyst við Århus KFUM. Hann spældi sín seinasta dyst í Føroyum tann 14. januar, tá Kyndil í hálvfinaluni í steypakappingini vann á StÍF, og reglurnar siga, at tað skulu ganga 30 dagar, áðrenn hann kann spæla í Danmark. Spæliloyvið kemur 14. februar, og tað er sama dag, sum føroyska steypafinalan verður. Søgur hava gingið um, at Kyndil ætlar at fáa Heina heim til finaluna, men enn er ikki greitt, um hetta verður til nakað. Um Heini Joensen verður við í finaluni, noyðist hann at bíða 30 dagar afturat eftir spæliloyvinum, og tað veit hann ikki sjálvur, um hann hevur hug til. Málið er uppflyting Århus KFUM er í løtuni nummar fýra í 2. deild. Danska landskappingin er skipað á tann hátt, at um tú endar millum fýra tey ovastu liðini í 2. deild, kanst tú spæla kvalifikatiónsdyst móti einum av fýra teimum niðastu liðunum í 1. deild um upp- og niðurflyting. Århus hevur einki lið í 1. deild, men tvey í 2. deild. Århus KFUM er sum nevnt nummar fýra, meðan hitt Århus-liðið er nummar fimm. - Málið hjá felagnum er heilt greitt uppflyting, sigur Heini Joensen. - Til dømis fingu teir sunnudagin bert javnt móti Møgeltønder, sum er niðast í deildini - og so vóru teir enntá framman fyri 12-6 í hálvleikinum. Hetta varð í felagnum mett sum ein katastrofa, sigur hann. Århus KFUM hevur góðar umstøður at liva undir. Felagið hevur heimavøll í Stadionhallen, sum er ein stór og glæsilig ítróttarhøll. Tey bæði feløgini í Århus eru felags um høllina, og tað riggar fínt. Sunnudagin skal Århus KFUM spæla móti Viborg, sum er fremst í deildini. Felagið er ikki professionelt, hóast summir av spælarunum fáa eitt sindur av peningi fyri at spæla. Heini Joensen hevur alt gott at bera sínum liðfeløgum. - Teir stinga meg eitt sindur við bankamálinum, sum koyrir nú, men tað er vinarliga meint, og eg svari eisini aftur. Hetta er eitt gott lið, og tað er sjálvandi kapping um plássini, men eingin er óvinur við nakran, sigur hann. Hørð venjing Heini Joensen heldur, at støðið í donsku 2. deild er eitt sindur hægri enn í føroysku 1. deild. Og venjingin er eisini rættiliga hørð. - Vit venja fýra ferðir um vikuna - týsdag, mikudag, hósdag og leygarmorgun. Venjingin er rættiliga fysisk - eitt nú byrja allar venjingarnar við at vit renna í ein hálvan tíma, sigur hann. Tað verður nógvur ítróttur tilsamans, tá tú gongur á ítróttarskúla og við síðuna av eisini venur við einum hondbóltsliði. Heini hevur valt hondbólt og frælsan ítrótt sum sergreinir á skúlanum. Fyrrapartar stendur hondbóltur á skránni og seinnapartar frælsur ítróttur. Hetta kann vera strævið til tíðir, men fríløtur eru eisini. Mikudag er eingin kropslig venjing. Skúladagurin gongur við ástøðiligari frálæru um mannakroppin, vøddar og skaðar o.s.fr. Speakari og tónleikur Heini Joensen er væl nøgdur við Århus KFUM higartil. - Til dystin í síðstu viku var ikki so nógv fólk og hugdi, helst tí tað var ein venjingardystur, sigur hann og leggur afturat: - Men lagið í høllini var gott. Teir hava ein speakara undir dystinum og tónleik í steðgunum, sum vóru í dystunum. Heini heldur, at hetta vantar í Føroyum. - Við at hava t.d. tónleik, tá steðgur er í spælinum, verður tað nógv meira undirhaldandi fyri áskoðararnar. Hetta kundu vit eisini havt í Føroyum, sigur hann. Danska landskappingin endar í mars mánaði, og so verða kvalifikatiónsdystirnir um, hvør skal spæla í 1. deild næsta kappingarár. Skúlin endar 19. mai, og hvat so hendir, veit Heini Joensen ikki. - Nú fáa vit at síggja, hvussu eg fari at klára meg, og so mugu vit síggja, hvussu støðan er til ta tíð, sigur hann. Verkfalshugsanir Mánamorgunin fór yf-verkfallið inn í fjórðu vikuna. Sama morgun tveittu myndugleikarnir, sum hava brotið eina skrivaða avtalu, einari ovvekraðari yf-nevnd eitt uppskot >>til semju<<. Seinni um dagin var hetta mikla tilboð lagt fyri limirnar, og tað sást beinanvegin, at uppskotið var verri, enn avtalan, myndugleikarnir hava brotið. Uppskotið varð tí sópað av borðinum, og tað var ikki sørt, at yf-lim-irnir vóru vónsviknir av skúlamyndugleikunum, tá ið teir fóru av fundi henda dagin. Tó, tað eru vit so von við, og eg havi hug at siga eitt sindur um hetta; hvussu tað kennist tíð og stund at verða lagdur undir at vilja skúlaverkinum tað ringasta, tá teir, sum skapa hesa fíggindamynd, eru myndugleikapersónar ovast í skúlaverkinum og tí av røttum áttu at verið fremstu viðspælarar hjá okkum lærarum. Fyri tjúgu árum síðani fingu vit føroyska landsskúlafyrisiting (LSF). Vit vóru mong, sum tá væntaðu, at vit í LSF fóru at fáa ein dyggan stuðul í arbeiði okkara, men so skuldi ikki vera. Óteljandi eru tey mál, sum hesi árini hava øst lærararnar og hava gjørt teimum lívið súrt. Vit minnast royndirnar at spilla okkum arbeiðsumstøðurnar í próvtøkutíðini við at stytta próvtøkutíðina, ikki av nakrari sakligari orsøk, men út frá einari illgiting um, at lærararnir hava so lítið at gera í próvtøkutíðini. Vit minnast, hvussu roynt hevur verið at flyta summarfrítíðina, burtur frá føroyskari siðvenju til danska siðvenju. Vit minnast málið um próvdøming í Danmørk. Vit minnast pedagogikummálið. Soleiðis kundu verið nevnd hundrað mál, men lat tað nú fara. Hugmyndin, sum stendur eftir, er tann, at vit eru sloppin at undirvísa við høgru hond, meðan vit við vinstru hava vart okkum móti sniðálopum frá LSF. Hava ivamál stungið seg upp, hava fólkini á LSF ligið fløt í luftini at ringja til Danmarkar, og tá ið farast skuldi yvir til nýggju valskipanina, vóru boðini frá landsskúlastjóranum greið: >>Fakbólkarnir skuldu arbeiða við støði í tí danska<>Gamla Hospital<<, ið liggur í Sigmundargøtu. Sendingin ávirkaði meg stórliga, og eg hugsaði við mær: >>Eru tað veruliga havnarfólk, ið eru so kensluleys, og ikki hava virðing fyri tí, ið farið er? Ber tað til, at nakar havnarmaður/kona kann fáa seg til at forkoma ella taka burtur av søguligu bygningunum, ið vit eiga her í Havn, bert fyri at brúka økið til peningaligan vinning hjá einari fyritøku, ið eins væl kann liggja aðrastaðni enn inni í miðbýnum? Um so verður, at >>Gamla Hospitalið<< verður burturbeint og økið brúkt til vinnuligt endamál, so missa vit føroyingar ein part av søgu og fortíð okkara. Vit fara eisini at missa ein part av okkum sjálvum, sum vit (føroyingar) skulu byggja framtíðina á. At hava eina fortíðarsøgu er ógvuliga týðandi fyri eitt fólk, og er hetta eisini galdandi fyri okkum føroyingar Søguligu virðini í Sigmundargøtu/ í Rættará ella við Vestaru Vág: Gamla hospitalið er ein søguligur bygningur við søguligum virði, og samstundis er hospitalið partur av gomlu søguligu bygningunum og umhvørvinum í Sigmundargøtu, eisini nevnt í Rættará ella við Vestaru Vág. Gamla hospitalið stendur sum sagt í Sigmundargøtu, har nógv onnur søgulig hús eru, og eg vil her nevna nøkur av teimum søguligu virðunum, sum eru har í grannalagnum: 1.søguliga grannahúsið er Müllers Pakkhús, ið er friðað. 2.søguliga grannahúsið er Skeiva Pakkhús. Á sjónum - undir Skeiva Pakkhúsi, við høgukei liggur søguliga skipið Norðlýsið. Oman fyri vegin úti í Sigmundargøtu 34 standa gomlu bóndahúsini hjá Müller, ið enn ikki er millum søguligu húsini, men sum eg haldi átti at verið friðað. Norðan fyri bóndahúsið, t.v.s. í Sigmundargøtu 30 stendur søguliga húsið Kristines Minde - eisini kallað Bauers hús, har fyrstu katolikkarnir hildu til og høvdu teirra fyrstu kirkju. Við norðaru áarsíðu niðri í Rættará standa gomlu sethúsini hjá Østrøm. (Østrøm kenna vit øll frá sanginum >>Her nógv er at gera<< ella <>Gamla Hospitalið<< burturbeint, missa umhvørvið og vit øll - t.v.s. allir føroyingar - stór søgulig virði, ein søguligan bygning og eitt søguligt og hugnaligt umhvørvi, ið vit ikki eiga ov nógv av. Eg kundi hugsað mær at vita, um havnarfólk og føroyingar sum heild veruliga góðtaka, at nútíðar vandalisma, mammon og løtuvinningur hjá einstøkum borgarum taka og ræna burtur av fátæksliga søgutilfari okkara? Tá húsið, t.v.s. Gamla Hospital, er burtur og økið brúkt til annað endamál, er ov seint at angra, at vit hava søplað burtur søgulig virði av berari vandalismu og egoismu hjá vinnulívinum. Um Gamla Hospitalið verður burturbeint, hvat verður tá næsta húsið har í grannalagnum, ið kemur at standa fyri skotum? Eg seti spurningin, hóast eg havi gjørt mær nakrar tankar um tað. Vónandi fær hetta lesarabrævið ávirkan á landsins myndugleikar, bý- og bygdaráð, og øll, ið skulu taka avgerðir í slíkum málum. Hugsið tykkum væl um, áðrenn stórar broytingar skulu fara fram í einum umhvørvi. Takið granna og áhugað við í samráðingarnar, soleiðis at ikki bert eitt einstaklinga áhugamál kemur fram og vinnur frama - demokrati hildnast, sum vit væl vita, best í longdini Tit - landsins myndugleikar, mugu minnast til, at øll fólk hava eitthvørt gott hugskot, tað eru ikki bert myndugleikarnir og sokallað lærd fólk, ið duga og hava eitthvørt gott at bera fram. Vónandi verður økið við Vestaru Vág og tí eisini >>Gamla Hospital<< varðveitt. Tórshavn, 22. jan. 1998 Solveig Isfeldt Tíðin er komin til loysing Eg eri ein føroyingur sum føroyingar flestir, royni at gjalda hvørjum sítt. Eigi hús og heim. Gjaldi lán mítt til tíðina og gleðist yvir at tað minkar >>langsomt men sikkert<<. Eg spari, har eg kann, og tað gongur. Eg fái einki lagt til síðis enn, men tá lánini eru útgoldin um uml. 10 ár, tá verður ljósari. Eg verði í øðini, tá eg hoyri frá dønum, at vit føroyingar eru oyðulond. Hava tveir bilar pr. húski og Gud viti hvat. Eg veit ikki, hvat tey meina við. Hvørki í mínum barnaheimi ella nú í mínum egna heimi havi eg kent til nakað luxus. Vit hava altíð fingið mat á borðið og klæði á kroppin og tak yvir høvdið. Er tað luxus? Sjálv eiga vit ein 14 ára gamlan bil, og fleiri koyra í uppaftur eldri bilum. Eg kenni heilt fá, ja tey kunnu teljast á einari hond, ið eiga tveir bilar. Eg góðtaki ikki skuldsetanina í sjónvarpinum í gjárkvøldið, 21.1.98, har danir skuldseta okkum fyri oyðsl. Niðurstøða mín er, at nú má vera nokk. Nú er tíðin at loysa frá Danmark. Ongantíð ov skjótt. Hetta er so skammiligt, at eg kann ikki taka tað. Verða behandlað sum smábørn. Sett undir administratión, skulu makka rætt osfr. Nei, vit eiga eitt deiligt, reint land. Bæði á sjógvi og landi. Vit eiga og skulu klára okkum sjálv. Tá vit hava slitið, ivist eg ikki í, at vit verða nógv betri við land okkara. Fáa hugflog til nýggjar vinnur á landi. Nógv jørð liggur t.d. í órøkt. Vit innflyta epli - tað líkist ongum - Føroyaland kann saktans framleiða nokk av eplum til okkum sjálv, og eisini til útflutnings. Vit innflyta vandamiklar høsnarungar úr Danmark. Ja, óegnaðar sum mannaføði. Tað eiga vit at kunna framleiða sjálv. Øll innflutt matvøra er so dálkað, at tað er næstan sum at spæla russiska roulett at eta. Vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, kortini tosa teir um okkum sum ein 5 ára gamlan lítlabeiggja. Teir geva okkum, hjálpa okkum, og síðan brigsla teir okkum hetta. Nær verður 5 ára gamli drongurin vaksin? Og vit mugu ikki gloyma oljuna. UM olja kemur, mugu vit ansa okkum. Stórur vandi er fyri dálking av okkara umhvørvi. Og tað hava vit ikki ráð til. Tí náttúran er okkara alt og eitt. Spurningurin er um tað yvirhøvur loysir seg at útvinna olju, tí vinningurin fer til Danmarkar, tað er heilt vist. Eftir orðaskiftinum at døma koma bert pengar upp til Føroya, einki fer niður til Danmarkar. Men danir mugu ikki gloyma, at eisini teir vinna pengar burtur úr Føroyum. Ein kanning átti at verðið sett í verk um, hvussu nógvar pengar danir vinna burtur úr ríkisfelagsskapinum. Ikki bara nú, men gjøgnum tíðirnar. So høvdu vit eisini kunna brigslað teimum afturímóti. Um vit eru snýtt, ella hva snýtt okkum sjálv, veit eg ikki. Havi fylgt gjølla við í bankafrágreiðingini, men verðið ikki klókari. Eg veit ikki, hvør hevur skyldina. Men eg havi innantanna illgruna um, at føroyskir politikarar ikki hava so reint mjøl í posanum sum teir vilja vera við. Eg eri bert ein vanligur føroyingur sum føroyingar flestir, men góðtaki ikki at verða útstillaður sum óvitandi-naivur-oyðslutur og hálvbýttur í donskum miðlum. Eftir stendur fakta: Vit skylda uml. 6 milliardir kr. til Danmark. Tað er umleið kr. 130.434,- pr. íbúgva. Og hetta er eitt magiskt, ljótt tal, men er hetta eitt ómøguligt tað? Sjálv eri eg soleiðis samanskrúvað, at eg haldi, at man skal gjalda sína skuld. Um danir gjalda, fara teir at brigsla okkum hetta aftur alt lív okkara. Vit mugu í felag, sjálv, royna við stoltari sál og høgum høvdi at gjalda. Takka teimum fyri tíðina saman - og slíta. So verður skommin teirra! Ein vanligur føroyingur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Toftir eiga mest sum rætt til ein sambandsmann Løgtingsvalið er ikki bara millum flokkarnar, men eisini millum bygdirnar. Strendur og Toftir hava verið stóru sambandsbygdirnar í Eysuroy stóran part av hesi øldini Tað er eingin loyna, at umframt millum flokkarnar, so eru løgtingsvalini eisini ein telving millum bygdir í valdømunum. Hetta hevur ikki minst gjørt seg galdandi í Eysturoy, har fleiri bygdir eru javnstórar og harvið hava javngóðan møguleika at vinna sær sess í tinginum. Strendur Jóhan Poulsen á Strondum umboðaði sambandsflokkin í Eysturoy í 50 ár - frá 1920 og til 1970. Tá hann kom á ting í 1920, var tað sum triðji valdi sambandsmaðurin í Eysturoy. Andrass Samuelsen var næstvaldur, og Joen Poulsen, sum eisini búði á Strondum, var fyrst valdur. Tað vóru eisini tveir strandingar í tinginum valskeiðið frá 1924 og til 1928. Tá Joen Poulsen ikki lat seg stilla uppaftur á valinum í januar 1928, hevði hann sitið í tinginum í 45 ár. Hann var fyrstu ferð valdur á ting í 1883 ella 23 ár frammanundan, at fyrstu politiksu flokkarnir vórðu settir á stovn í Føroyum. Strandingar áttu ein sambandsmann í tinginum til á heysti 1988. Tá Jóhan Poulsen legði frá sær í 1970, var Jóhannes Martin Olsen, valdur á ting. Hann var afturvaldur á øllum valunum til 1988. Tá fall hann. Í staðin varð Edmund Joensen valdur á ting, og síðani hava teir báðir sambandsmenninir í Eysturoy, sum eru valdir á løgtingsvalunum í 1988, 1990 og í 1994 búð á Oyri og á Toftum. Jens Christian Olsen Pápi til Jógvan Ingvard Olsen æt Jens Christian Olsen. Hann hevði eitt lítið festi, umframt at hann var vrakiseftirlitsmaður. Hann var nógv uppi í politikki, m.a. var hann í sóknarstýrinum í gomlu Nes sóknar kommunu í tíggju ár, og so var hann eisini løgtingsmaður fyri sambandsflokkin. Hann var fyrstu ferð valdur á ting á løgtingsvalinum, sum var 30. januar 1940, og hann var afturvaldur á valinum 24. august 1943. Hesar báðu ferðirnar fekk sambandsflokkurin tríggjar menn valdar í Eysturoy, men á valinum 6. novembur í 1945 misti flokkurin ein mann í Eysturoy. Tá varð stillað upp í nummarrøð. Tað vil siga, at hann, sum stóð ovastur á listanum, fekk ágóðan av listaatkvøðunum. Jens Christian Olsen fekk væl av atkvøðum, serliga á Toftum, men hann fall, tí Andras Samuelsen í Fuglafirði og Jóhan Poulsen á Strondum stóðu fammanfyri hann á listanum. Tað sama gjørdi seg galdandi á valinum 8. novembur 1946, men tá Andras Samuelsen í 1948 gjørdist fyrsti løgmaður eftir at heimastýrisskipanin var komin í gildi, kom Jens Christian Olsen aftur á ting. Í 1950 lat Andrass Samuelsen seg ikki stilla uppaftur, og Jens Christian Olsen varð valdur á løgtingsvalunum hetta árið og aftur í 1954, 1958 og í 1962. Jens Christian Olsen doyði 20. novembur í 1963 - hann var tá 62 ára gamal - og tá kom næsti maður á listanum, Hilmar Petersen úr Fuglafirðí, í tingið. Men hann var ikki drúgvur í løgtinginum, tí hann doyði longu 13. juni 1965, 58 ára gamal. Síðsta partin av valskeiðnum umboðaði Reinhold Thomsen í Gøtu sambandsflokkin í Eysturoy í tinginum saman við Jóhan Poulsen. Jógvan Ingvard Olsen Á valinum í 1966 var neyðugt hjá sambandsmonnunum í Eysturoy at stilla fleiri nýggj valevni upp fyri teir, sum vóru farnir. Millum valevnini ta ferðina var Jógvan Ingvard Olsen. Hann var skipari á Jógvani Norði, og teir vóru staddir í Grønlandi, tá heitt var á Jógvan um at stilla upp. Hann eftirlíkaði, men teir komu ikki heim undan valinum, og sjálvt um sambandsflokkurin var nógv størstur í Eysturoy - teir fingu 1.133 atkvøður, meðan javnaðarflokkurin, sum var næstur, fekk 820 atkvøður - so varð fyri fyrstu og higartil einastu ferðina í hesi øldini bara ein sambandsmaður valdur, og tað var Jóhan Poulsen á Strondum. Í 1970 fekk sambandsflokkurin aftur tveir tingmenn í Eysturoy. Teir hava hildið hesa umboðanina síðani tá, og hesi gott og væl 27 árini, hevur Jógvan Ingvard Olsen verið annar maðurin. Ella vit kunnu siga tað á tann hátt, at í tey 58 árini, sum eru runnin síðani Jens ChristianOlsen fyrstu ferð varð valdur á ting, hevur ein toftamaður umboðað sambandsflokkin í tinginum í 48 ár. Nú er spurningurin, um tað fer at eydnast sambandsmonnum á Toftum at hald tørn um sessin, nú eitt nýtt valevni skal finnast, ella um onkur onnur bygd í oynni fer at síggja hetta sum sín møguleika at vinna ein tingsess í Eysturoy, sum er háborgin hjá sambandsflokkinum. Leikluturin er heilt øðrvísi enn hjá hinum Stýrisskipanarlógin leggur upp til, at ein breiður meiriluti vísir løgtingsformanninum álit. Tað gjørdi tingið, tá teir valdu fyrsta formannin eftir nýggju skipanini, og tingmenn halda yvirhøvur, at valið hevur víst seg at vera heppið Tá nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi á ólavsøku í fyrraárið broyttist leikluturin hjá tingformanninum. Tingformaðurin skuldi ikki longur vera limur í løgtingsnevndum, og hann skuldi í nógv minni mun, enn tað higartil hevði verið vanligt, taka lut í partapolitiska arbeiðnum og orðaskiftunum í dagligu viðgerðunum. Tingskipanin sigur, at formaðurin ansar eftir, at arbeiði løgtingsins verður væl fyriskipað og úr hondum greitt. Hann stýrir umrøðum løgtingsins og ansar eftir, at alt er í góðum skili, og at viðgerðin er virðilig. Á breiðum grundarlagi Hjá nógvum var tað eitt ynski, at tingformaðurin skuldi veljast í breiðari semju millum flokkarnar í løgtinginum. Sambært stýrisskipanini hevur løgtingsformaðurin hægstu tignina í landinum, og tey eru nógv, sum eru av tí áskoðan, at hetta eigur at hava við sær, at formanssessurin verður hildin uttanfyri politiska býtið av sessum, sum verður gjørt, tá kabalin skal ganga upp, eftir at samgonga er skipað. Fram til á ólavsøku í fyrraárið var tað skikkur, at ein formansskapur varð valdur, tá tingið kom saman fyrstu ferð eftir løgtingsval, men hann var so at siga bara fyribils, tí tá samgongan var skipað, var nýggjur formansskapur valdur. Nú ber hetta so at siga ikki til. Tingskipanin, sum sjálvsagt er skorin til eftir leistinum í stýrisskipanarlógini, sigur, at løgtingsformaður og formansskapur skulu veljast á fyrsta tingfundinum eftir løgtingsval. Um formaðurin og formansskapurin skulu skiftast út, so ber hetta bara til, um fýra fimtingar av tinginum skrivliga boða løgtingsformanninum frá, at teir krevja nýggjan formansskap í tinginum. Vit kunnu siga, at á pappírinum ber tað til at skifta formannin út, men í politiska lívinum er tað mest sum ómøguligt. Góðar royndir higartil Tá Jógvan Ingvard Olsen varð valdur til tingformann, var tað við so breiðari undirtøku í tinginum, sum tað ber til. At tað fyrstu ferð nýggja skipanin skuldi roynast var so lagaligt at fáa breiða semju í tinginum um formannin mundi koma av, at mest upplagdi kandidaturin var úr størtsa flokkinum, at hann hevði drúgvar parlamentariskar royndir, umframt at hann hevði verið landsstýrismaður, og at hann eisini hevði teir menniskjaligu eginleikarnar, sum tað kann roknast við, at hann hevur, sum ber hægstu tignina - eitt nú at hann er virðiligur, sáttligur og ikki leypur framav. Royndartúrurin Tingmenn eru yvirhøvur á einum máli um, at tað hevur eydnast væl hjá tingformanninum, sum nú ætlar sær at leggja politiska arbeiðið á hillina, at liva upp til tað, sum í nýggju stýrisskipanarlógini og í tingskipanini verður roknað við av formanninum. Síðani hann gjørdist formaður á ólavsøku í fyrraárið hevur Jógvan Ingvard Olsen ógvuliga sjáldan tikið orðið. Hann tók orðið, tá tað var upp á tal, at strandferðslan skuldi gevast at sigla millum Skálafjørðin og Havnina, tá talan var um at niðurleggja fleiri posthús, m.a. tað á Toftum, og so hevur hann onkuntíð tosað um umstøðurnar, sum tingarbeiðið verður rikið undir, og hvussu hann kundi hugsað sær tær at verið í framtíðini. Formaðurin hevur gingið høgt upp í uppgávuna at stýra umrøðunum. Hetta hevur hann ikki gjørt við at brúka stór orð, men tað er ikki so sjáldan, at hann kimar við klokkuni, tá hann heldur, at tað ikki er nóg friðarligt í salinum. Onkuntíð hevur hann talað at, og við hvørt er tað bara gjørt við einari heilt lítlari glósu. Lívsroyndirnar góðar Tá Jógvan Ingvard Olsen kom í løgtingið í 1970, var Leon Joensen, sum var valdur í Vága valdømi, framsøgumaður hjá sambandsflokkinum í fiskivinnumálum. Leon Joensen kom ongantíð aftur á ting, og Jógvan Ingvard Olsen, sum hevði verið skipari í tólv ár, tá hann kom á ting, gjørdist framsøgumaður hjá sambandsflokkinum í fiskivinnumálum. Hann umboðaði altíð flokkin í fiskivinnunevndini, og onkuntíð var hann formaður. Á sumri í 1989 varð hann valdur til landsstýrismann í fiskivinnumálum, og hann sat í tí sessinum, til nýtt landsstýrið tók við í januar 1991. Jógvan Ingvard Olsen ásannar, at tað er heilt hvør sítt at arbeiða við politiskum spurningum, og so at sita í formanssessinum og ansa eftir, at hinir arbeiða, sum teir eiga at gera: - Tú hevur við arbeiðið hjá nógvum fólki at gera, og eg haldi, at tað er komið væl við, at eg plagdi at føra skip. Uppgávurnar hjá tingformanninum eru ikki so ólíkar teimum hjá skiparanum. Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tingformaðurin fer at taka seg úr politikki Jógvan Ingvard Olsen heldur seg vera vornan ov gamlan at vera politikara, og tí verður hann ikki á sambandslistanum í Eysturoy á komandi løgtingsvali Jógvan Ingvard Olsen fer at leggja frá til komandi val Tá løgtingsval hevur verið eina ferð seinni í hesum hálvárinum, skal ein nýggjur persónur finnast at sita í sessin, sum sambært nýggju stýrisskipanina hevur hægstu tignina í Føroyum. Jógvan Ingvard Olsen hevur røkt formansstarvið í løgtinginum síðani á ólavsøku í 1996, tá nýggja stýrisskipanin kom í gildi, og nú hevur hann boðað frá, at hann fer ikki at teljast millum teirra, sum møguleiki verður at velja á løgtingsvalinum. - Eg havi umhugsað spurningin síðani síðsta løgtingsval, og nú er tað nakað síðani, at eg tók endaligu avgerðina um ikki at stilla uppaftur, sigur Jógvan Ingvard Olsen. Var tað ein løtt avgerð at taka? - Tá tú hevur brúkt meiri enn 27 ár upp á eitt arbeiðið, sum tær hevur dámað væl, so er tað ikki bara sum at siga tað at gera upp við seg sjálvan og koma til tað, at nú er tíð at gevast. Men tað havi eg so gjørt nú. Neyðugt við nýggjum valevni Leygardagin stevndi Jógvan Ingvard Olsen sambandshugaðum í Nes kommunu til fundar. Umleið tríati fólk savnaðust í skúlanum, og har hoyrdu tey sambandstingmannin, sum hevur umboðað Toftir og sambandsflokkin í Eysturoyar valdømi í løgtinginum síðani 1970, boða frá, at hann hevur gjørt av ikki at lata seg stilla upp á løgtingsvalinum, sum í seinasta lagið verður 7. juli í ár. Fundurin heitti á Jógvan Ingvard Olsen um enn eina ferð at hugsa um avgerðina, men tingmaðurin segði, at avgerðin var endalig. Samstundis heitti Jógvan Ingvard Olsen á fundarluttakararnar um at finna eitt nýtt valevni í Nes kommunu til sambandslistan. Fundurin tók avgerðina og áheitanina hjá sambandstingmanninum, sum tey síðani 1970 hava valt átta ferðir í løgtingið, til eftirtektar, og til ein komandi fund skulu eitt ella fleiri møgulig valevni finnast. Aldurin avgerðandi Tá vit spyrja Jógvan Ingvard Olsen, hví hann hevur valt at taka seg úr politikki nú, so vísir hann til frágreiðingina, sum hann gav á fundinum í skúlanum á Toftum leygardagin: - Tað er aldurin. 8. juli í ár verði eg 68, og um næsta valskeiðið verður eins langt, sum hetta skeiðið hevur verið, so veri eg næstan 72, tá val verður aftur, og tað vil siga, at eg veri farin fimm ár upp um pensiónsmarkið. At aldursmarkið fyri at verða pensioneraður er sett til 67, man komast av tí, at tað verður hildið, at tá er menniskjan farin um bestu arbeiðsárini. Tað stendur einum og hvørjum frítt at gera av, nær hann ger av ikki at lata seg stilla upp aftur, men eg havi hildið tað verið rætt at gevast, meðan tað bar til at finna úthurðina í løgtinginum, sigur Jógvan Ingvard Olsen. Heilsan og framtíðin Tá vit spyrja tingformannin, hvat hann ætlar at fáa tíðina at ganga við, nú hann fer at taka seg úr politikki, svarar hann, at tað fer heilsan at avgera: - Tíbetur havi eg ongantíð verið arbeiðsleysur, og havi eg heilsuna, so er nóg mikið at takast við. Jógvan Ingvard Olsen hevur altíð havt áhuga fyri og verið uppi í tí, sum hevur við fiskarí og fiskivinnu í breiðum týdningi at gera. Hann er m.a. ein av ánarunum av línuskipinum Stapanum, og hann er ein av stigtakarunum til nýggju høllina, sum er um at vera liðug á havnarlagnum á Toftum. Stjórnin sitandi Danska stjórnin verður sitandi. Hetta er niðustøðan eftir samráðingar millum stjórnina øðrumegin og SF og Eindarlistan hinumegin. Í gjár var spurnarorðaskifti um bankamálið í Fólkatinginum Í gjár var spurnarorðaskifti í Fólkatinginum í sambandi við bankamálið. Borgarligu flokkarnir royndu frá byrjan tað teir kundu, at ábyrgda stjórnini tað ólukkugongd í bankamálinum, men teir komu ongan veg. Teir royndu fyrst at geva Poul Nyrup Rasmussen ábyrgdina, men tað vísti seg skjótt, at tað hjálpti onki. Síðan hevur, serliga Uffe Ellemann-Jensen, verið eftir Mogens Lykkeftoft, fíggjarmálaráðharra. Formaðurin í Vinstraflokkinum hevur kravt, at Mogens Lykketoft verður stillaður fyri ein Ríkisrætt fyri sín leiklut í bankamálinum. Uffe Ellemann-Jensen hevur gjørt vart við, at tað serliga er tí, at fíggjarmálaráðharrin hevur misnýtt vald sítt til at kroysta føroyingar til at yvirtaka bankan. Heldur ikki hesin taktikkur eydnaðist, og tað sær út til, at Mogens Lykketoft sleppur uttan størri revsing. Stóri næsadagur Málið um bankan er vorðið eitt danskt innanríkis mál burturav. Tað er valár í ár, og fáa andstøðuflokkarnir ikki revsað stjórnina við ríkisrættarákærum, so hava teir gjørt veljarum sínum greitt, hvat teir halda um moralin hjá stjórnini. Tað hevur alla tíðina verið greitt, at stjórnin fór at fáa ákoyringar fyri handfaringina av Føroyamálinum. Síðani bankakanningin varð almannakunngjørd, hevur stjórnin samráðst við SF og Eindarlistan um, hvussu harðar ákoyringarnar skuldu verða, og nú eru teir vorðnir samdir. Frank Aaen frá Eindarlistanum sigur, at hann er nøgdur við dagsskránna. ­ Stjórnirnar hjá Schlüter og Nyrup verða kritiseraðar, Den Danske Bank fær eisini kritik, og tað stendur eisini eitt sindur um embætismenninar. Danska blaðið Aktuelt segði í gjár, at sambært teirra upplýsingum verður stjórnini álagt at kanna hvat slag av endurgjaldi føroyingar skulu hava. Eisini verður lagt upp til, at Den Danske Bank skal spýta í kassan, tá føroyingar skulu hava endurgjald. Jyllands-posturin kallaði dagin í gjár fyri >>Stóri næsadagur<<. Tó søgdu teir, at tað ikki skuldi roknast við, at stjórnin fekk harðan kritik. Jyllands-posturin roknaði heldur ikki við, at kritikkurin av stjórnini fær fylgjur fyri stjórnina. Undanfarnar stjórnir hava fleiri ferðir fingið kritik, men tað hevur sjáldan fingið álvarsligar fylgjur. Eitt nú hevur Uffe-Ellemann Jensen fingið so nógvar >>næsar<<, at hann hevur eitt savn. Tað fekk ongar fylgjur fyri hann, hinvegin er hann heldur stoltur av teimum. Jan Müller Stóri "næsadagur" Vit føroyingar eiga at krevja tað, ið vit hava rætt til sambart tí, sum er komið fram, men vit eiga heldur ikki at yvirspæla leiklutin og gloyma, at vit sjálvi eiga høvuðsábyrgdina av kreppuni. DAGURIN í gjár hevur fingið heitið "Stóri næsadagur". Tað er danska blaðið Jyllandsposten, sum hevur funnið hetta heitið til dagin, tá alt bankamálið varð til viðgerar á fólkitingi. Í SKRIVANDI løtu vita vit ikki, hvør niðurstøðan varð av hesum drúgva orðaskifti, men eftir tí vit hava skilt, so fór stjórin at blíva sitandi. Stuðulsflokkar hennara høvdu valt at geva henni eina stóra nøs heldur enn at tvinga hana frá við tí úrsitið, at ein borgarlig stjórn hevði tikið við. SAMBART tí sum tíðindafólkini hjá Útvarpi Føroya vistu á middegi í gjár, so eru flokkarnir samdir um, at stjórnin skal taka upp samráðingar við føroyingar um eitt nú leiklutin hjá Den Danske Bank við tí fyri eyga at kanna møguleikan fyri sakarmáli ella at krevja eitt endurgjald. Eisini skal ein loysn finnast á endurgjaldi frá statinum tætt knýtt at spurninginum um skuld Føroya til danska statskassan. SPURNINGURIN er so, hvat føroyskir politikarar kunnu semjast um. Fara vit at seta krøv sum líkjast tí, ið løgmaður hevur víst á í donsku pressuni ella verður tað ein heilt onnur loysn! Vit vóna ikki, at danska orðaskiftið fær tær fylgjur, at málið missir áhuga og at loysnin verður hareftir. Møguleiki er fyri, at luftin fer úr ballónini, og at tað í síðsta enda verða vit føroyingar, sum aftur sita við svartaperi. TAÐ stendur greitt, at føroyingar eru vornir snýttir. At leiðandi javnaðarmenn í Danmark haraftrat hava valt at villeiða ella ikki at informera táverandi javnaðarløgmann, Maritu Petersen er ótilgeviligt. Slíkt átti ikki at kunnað komið fyri millum bróðurflokkar, ið leggja so stóran dent á júst eitt ærligt og rættvíst samstarv tvørtur um landamark. Í hesum máli kunnu vit so endurtaka, at táverandi løgmaður Marita Petersen hevur víst seg at takla sín leiklut sera væl við sakligum og skilagóðum argumentum. Her er ikki minst sera hepna hond hennara í donsku sjónvarpssendingini herfyri. TÁ hetta er sagt, eiga vit ikki at gloyma, at vit eiga sjálvi høvuðsábyrgdina av tí kreppu, sum tók seg upp í 80-unum. Og tí eiga vit ikki at yvirspæla okkara leiklut og seta dønum órealistisk og órímulig krøv. Vit eiga at halda høvdið kalt og við skili og sakligheit at krevja endurreisn av dønum fyri tað, sum teir hava gjørt móti okkum við óhepnari hond og einum ringum vilja. Men tað er ómetaliga týdningarmikið, at málið ikki bara endar í hondunum á løgmanni, tí hetta er eitt mál fyri allar flokkar - uttan undantak. Tí skal tað vera vón okkara, at løgmaður, tá farið verður til Danmarkar at samráðast um eina framtíðar skuldarloysn, tekur umboð fyri allar flokkar við. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Lot til andøvsgul av vestri, skýggjað og kanska okkurt ælið. Hitin millum 1 og 3 stig. Veðrið hósdagin: Lot til andøvsgul av vestri ella útnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 1 og 4 stig. Veðrið fríggjadagin: Fyrst lot til andøvsgul av vestri ella útnyrðingi, turt og sólglottar. Seinni lækkar hann niður í útsynning og veksur vindin upp í strúk. Regn vestaneftir og hitin kemur upp í 2 til 6 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av vestri, skýggjað og regn av og á og hitin millum 2 og 6 stig. Seinni hækkar hann upp í útnyrðing og veksur vindin til hvassan vind. Ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi og hitin fellur niður um frostmarkið. Í gjár: Eitt hátrýst, 1030 hPa. frá Bretsku Oyggjunum til Íslands stendur mestsum í stað, men viknar nakað. Eitt lágtrýst, 985 hPa. yvir Norður-Skandinaviu fer í ein eystan og grynnist spakuliga. Í dag: Kuldabrúgvin haðani til Føroya fer suðureftir og hevur kaldari luft við sær. Leygardagin kemur væntandi eitt nýtt brúgvalag móti Føroyum vestaneftir. Hósdagur 29. januar 1998 Gott hugskot at fara til Stavanger Fleiri enn 25 virki eru áhugað fyri at fara tiol Stavanger fyri at kunna seg við oljuvinnuna har og møguliga knýtt samstarv við leverandørar til stóru oljufeløgini Tað vísir seg at vera stórur áhugi millum føroysk ídnaðarvirki at taka av tilboðnum at vitja oljuídnaðin í Stavanger, sum er tann, ið hevur verið við til at menna norsku oljuvinnuna seinastu 30 árini. Umboð fyri 25 virki ætla sær til Noregs tann 11. februar. Jan Mortensen, skrivari í Føroya Arbeiðsgevarafelag er fegin um stóra áhugan og heldur, at ein slík ferð kann koma føroyskum virkjum, sum ætla at vera við í eini komandi oljuvinnu, væl við. Her verður hugsað um virki, sum kunnu lata vørur og tænastur til oljufeløgini. -Okkara virki er so smá, og skulu vit vera við, so má tað í nógvum førum vera í samvinnu við virki aðrastaðni, og tí haldi eg tað er eitt gott høvi hjá virkjunum at kunna seg við støðuna í Noregi. Jan Mortensen sigur, skráin er rættiliga fjølbroytt. Í Noregi eru Stavanger Næringsforening og norska arbeiðsgevarafelagið vertir. Hóast freitin at tekna luttøku er farin so heldur Jan Mortensen, at møguleikar eru fyri at vera við kortini, eru tað virki, sum kunnu siga Arbeiðsgevarafelagnum frá sum skjótast. Komið til Stavanger og lærið av okkum Stavanger var í somu støðu sum Føroyar eru í í dag, tá oljuvinnan bankaði á dyrnar har fyri 30 árum síðani. Tað kundi tí verið sunt og gott fyri føroysk virki at sæð, hvussu norski ídnaðurin hevur ment seg halda umboð fyri norskt vinnulív, sum hava verið í Føroyum fyri at bjóða føroyingum til norska oljuhøvuðsstaðin. -Vit vistu lítið og einki um hesa nýggju vinnuna, tá farið varð undir at leita eftir olju og gassi í Noregi. Vit hava útvegað okkum vitan og royndir frá øðrum, og hetta sama kunnu føroyingar gera í dag. Komið til Stavanger og lærið av okkara royndum. Hetta sigur Hallvard Ween, stjóri í Stavanger Forum, sum annaðhvørt ár skipar fyri heimsins størstu oljumessu ONS. Nú um dagarnar vóru hann og Jostein Soland, stjóri í Stavanger Næringsforening á vitjan í Føroyum. Endamálið við vitjanini varð at kunna seg við føroyskan ídnað og støðuna her í sambandi við eina komandi oljuleiting og at bjóða føroyskum virkjum til norska oljuhøvuðsstaðin Stavanger at síggja, hvussu norðmenn hava borið seg at í hesi vinnu. Sum í Stavanger fyri 30 árum síðani Hallvard Ween heldur, at støðan í Føroyum í dag er meinlík henni í Stavanger fyri skjótt 30 árum síðani, áðrenn nøkur oljuleiting av álvara hevði tikið seg upp. Hann heldur sjálvur, at føroyingar hava nógvar fyrimunir framum norðmenn, tí tá var alt so nýtt og útlendingar sótu á nærum øllum. -Eg havi varhugan av, at tit í Føroyum eru farnir at fyrireika tykkum, og hetta er gott. Tit kunnu uttan iva læra nógv av okkara virkjum, og her hugsi eg bæði um tað skilagóða og tað skeiva tey hava gjørt. Eisini Jostein Soland heldur tað er náttúrligt og rætt av føroyingum at venda sær móti Stavanger. -Sjálvandi eiga tit eisini at samvinna og læra av øðrum enn okkum, men eg haldi, at felags søga okkara, mentanin og málið gera tað so náttúrligt, at føroyingar og norðmenn samvinna, nú ein oljuvinna skal byggjast upp í Føroyum sigur hann. Sum stjóri í vinnlívsfelagnum í Stavanger, sum hevur meira enn 1000 limir, sær Jostein Soland fegin, at umboð fyri føroyskt vinnulív vitja tær ymsu norsku fyritøkurnar fyri at fáa samstarv í lag. Her kann m.a. verða talan um joint-ventures, har føroysk virki longu nú kunnu vera við í arbeiðinum, sum hava tilknýti til verandi oljuvinnu í Noregi. Hetta kann so vera góð venjing og ein máti at ogna sær vitan og royndir, sum kunnu brúkast í menningini av eini føroyskari oljuvinnu. -Eg haldi tit eiga at brúka grannan fyri eystan sum samarbeiðspartnara - og her eru mentanarligu bondini ein góður karmur at byggja hetta á. Hann heldur tað m.a. er umráðandi, at føroysk virki ikki longu nú gera stórar íløgur. Nettup tí kann tað vera skilagott at vitja virki í Noregi. Fyri at vísa, hvussu stórur og útviklingurin hevur verið í Noregi vísir Jostein Soland á, at fyrstu pallurin, sum varð gjørdur og brúktur í Noregi, tá leitað varð eftir olju, vigaði 30.000 tons. Trollpallurin, sum herfyri varð bygdur í Noregi, vigar til sammetingar meira enn 1 mill. tons. Hann heldur annars, at nú Føroyar eru minni og meira viðkvæmar enn t.d. Stavanger er tað sera umráðandi, at eitt nú bæði arbeiðsgevarafeløg og arbeiðarafeløg oo. gera sær greitt, hvat alt hetta snýr seg um og royna at arbeiða saman - hond í hond - sum hann málber seg. Komið til ONS Hallvard Ween, sum hevur fyriskipað fleiri av oljuráðstevnunum ONS seinastu árini vónar at síggja føroyingar á stevnuni, sum verður í august og september. Hann sær fegin, at føroyingar hava sín egna bás har og vil annars gera alt fyri, at føroyingar, sum koma á messuna, fáa møguleika at hitta umboð fyri norskan oljuídnað. Hann heldur tað annars vera sera óheppið fyri eitt framtíðar samstarv, at flogsambandið er so vánaligt millum londini. Í dag skal tú umvegin til Danmarkar fyrst. Heldur átti ein beinleiðis ruta at verið millum Føroyar og Stavanger. Tað hevði stytt um tíðina og minkað um útreiðslurnar. Fyri ikki at tosa um, at tú tá fekk meira burtur úr. Hann vísir á, at í kjalarvørrinum á útviklinginum í Norðsjónum kom fast flogsamband millum Stavanger og Aberdeen, so tað er kanska ikki burturvið at hugsa sær ein líknandi útvikling her norðuri, tá farið verður at leita eftir olju fyri ikki at tosa um, tá og um olja verður funnin við Føroyar. Undir vitjanini í Føroyum herfyri hittu teir báðir norðmenninir eisini skrivaran í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Jan Mortensen. Saman við honum vilja teir fegnir skipa fyri eini vitjan í Stavanger fyri føroyskum vinnulívsfólki. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Sverri Hansen er aftur formaður í Framtaksgrunninum Undir vitjanini hjá forsætisráðharranum fyrr í mánaðinum, gjørdu løgmaður og forsætisráðharrin av, at øll nevndin í Framtaksgrunninum skuldi afturveljast, hóast stórur partur av tingmonnunum beinleiðis hava lagt hatur á nevndina. Nevndin hevur nú skipað seg, og er Sverri Hansen framvegis formaður Formaðurin í Framtaksgrunninum eitur framvegis Sverri Hansen. Hetta gjørdist greitt, tá afturvalda nevndin nú um dagarnar skipaði seg. Nevndin sær soleiðis út: Sverri Hansen, formaður Heini Fossaa, næstformaður Richard L. Thomsen Niels Larsen og Nierls K. Agner eru nevndarlimir. Skeiðið hjá nevndini hevur verið trý ár, men hetta skeiðið er bert eitt ár, og situr hendan nevndin tí til 16. januar 1999. Orsøkin til, at skeiðið nú er stytt til eitt ár sigst vera, at m. a. Óli Jacobsen kravdi hetta, tí hann vónar, at annar maður tá situr í løgmanssessinum - ein maður, sum vil skifta Sverra Hansen út við annan persón. Fólkafloksmenn hava eisini lagt stóran dent á at fáa Sverra Hansen frá, men formaður floksins, Óli Breckmann hevur kortini í blaðgrein víst á, at Sverri Hansen ikki er verdur at slíta eina samgongu uppá. Lógarbroyting er kortini gjørd fyri Framtaksgrunnin, sum sigur, at nevndarlimir í grunninum ikki kunnu vera nevndarlimir í feløgum, sum grunnurin eigur pengar í. Sverri Hansen sigur við Sosialin, at nevndarlimirnir í Framtaksgrunninum leggja hesar nevndarsessir frá sær á fyrst komandi aðalfundum í ymsu feløgunum. Flutt í egin høli Fiskavirking, sum hevur havt skrivstovu í bygninginum hjá Føroya Fiskasølu, er annars flutt í egin høli. Skrivstovan hjá Fiskavirking heldur nú til í umbygdum hølum hjá Fiskavirking í Havn - gamla Baccalao á Vestaru Bryggju. Nýggi stjórin í Fiskavirking, Meinhardt Jacobsen, er eisini byrjaður í starvinum. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Báðir partar væl nøgdir Trætan millum Yrkisfelagið hjá Studentaskúla- og HF-lærarunum og Landsstýrið er av, og báðir partar eru nøgdir við semjuna, sum gjørd er. Farið varð aftur í skúla í gjár Bæði Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum, og Snorri Fjallsbak, formaður í Yrkisfelagnum, siga, at teir eru væl nøgdir við semjuna, sum at enda er gjørd í trætuni millum studentaskúla- og HF-lærarar og Landsstýrið. Eilif Samuelsen er nøgdur, tí hann metir seg hava fingið sína støðu váttaða, og Snorri Fjallsbak, tí hann metir seg hava fingið krøv læraranna gingin á møti. Semja varð mikunáttina gjørd í skúlatrætuni, og so sluppu studentskúla- og HF-næmingarnir aftur í skúla eftir eina jólafrí, sum vardi meira enn ein mánaða. Samráðingarnar vóru tungar at byrja við, sigur Snorri Fjallsbak, formaður í Yrkisfelagnum. >>Men so knappliga bar alt til, og vit gjørdu semju, sum limirnir eru væl nøgdir við,<< sigur hann. Semjan Semjan, sum partarnir hava gjørt, er soljóðandi: 1.Roknað frá 1. august 1998 fer avtalan frá 25. september 1992 úr gildi, og ístaðin verður hetta galdandi: Næmingatalið í einum studentaskúla- og HF-flokki eigur vanliga ikki at fara upp um 24. Í undantaksføri kann tó verða farið upp um 24 næmingar. Áðrenn myndugleikin tekur avgerð um hetta, skal málið verða sent Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara til ummælis. 2.Flokkarnir 1.x og 1.y á Kambsdali halda hetta skúlaárið fram sum 1.x og 1.y. 3.Øll viðurskifti restina av skúlaárinum verða fingin í rættlag. Víst verður til hjálagda fylgiskjal. 4.Sáttmálin verður dagførdur sambært omanfyristandandi. Taka upp aftur Fylgisskjalið, nevnt verður í semjuni, sigur, at lærararnir hava skyldu at undirvísa næmingunum soleiðis, at verkfallið fer at darva teimum sum minst, tá próvtøka verður í summar. Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum, sigur, at hann er væl nøgdur við semjuna, og at hann skilir hana soleiðis, at Landsstýrið hevur fingið rætt í tí, landsstýrið alla tíðina hevur hildið uppá. Fylgisskjalið leggur Eilif Samuelsen soleiðis út, at tað áliggur lærarunum ein skylda at rudda upp eftir alt tað ólag, teir ólógliga hava volt við verkfallinum. Hann sigur, at orðingin um, at málið skal sendast Yrkisfelagnum til ummælis, ikki merkir annað enn tað, sum nágreiniliga er definerað í orðinum ummæli. >>Tað vil siga,<< sigur Eilif Samuelsen, >> at heilt greitt er, at tað er myndugleikin, sum hevur avgerðarrættin um, hvussu nógvir næmingar skulu vera í hvørjum flokki.<< Og her er Snorri Fjallsbak samdur. >>Tað er rætt, at vit hava slakað har,<< sigur hann. >>1992 avtaluna hava vit lisið soleiðis, at vit høvdu vetorætt. Men hann hava vit so mist, noyðast vit at ásanna.<< Men formaðurin í Yrkisfelagnum metir tó felagið hava vunnið ein sigur í og við, at flokkarnir á Kambsdali, sum stríðið stóðst um, verða verðandi, sum teir eru, restina av skúlaárinum. Ein lætti Bæði Eilif Samuelsen, landsstýrismaður, og Snorri Fjallsbak, formaður í Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara, siga, at tað er ein stórur lætti, at verkfallið nú er av. Og báðir gleðast vegna næmingarnar, sum óvart komu í hesa støðuna. Eilif Samuelsen sigur, at ósemjan, sum lærararnir settu í verk, var púra óneyðug. Men tað kundi ikki vera ørðvísi, tá samráðast skuldi við eina nevnd, sum ongar heimildir hevur. Tað vísir tann fyrsta semjan, sum gjørd varð, sigur Eilif Samuelsen. Tá mátti nevndin aftur til limirnar við úrslitinum. Og limirnir kolldømdu tað, nevndin hevði gjørt. Ein nevnd, sum fær slíkan dóm, átti at verið so mikið at sær komin, at hon legði frá sær, heldur Eilif Samuelsen. Og tað hava avgjørt ikki verið nakrar lættar samráðingar, sum verið hava nú, sigur hann. Seinasta umfarið vardi góðar 12 tímar. Og ikki bar til at samráðast í sama rúmi heldur, sigur Eilif Samuelsen. Samráðingarnar fóru fram yvir telefon, telefaks og Internet. Landsstýrið hevði eingi krøv til samráðingarnar, sigur Eilif Samuelsen, landsstýrismaður. >>Tað einasta vit vildu, var at fáa staðfest, at tað er myndugleikin, sum hevur avgerðarrættin. Og tað fingu vit undirstrikað við hesi semjuni.<< Fulla undirvísing Tað hevur verið ført fram, at næmingar hava tikið seg úr skúlanum og ætla at ganga umaftur, tí undirvísingin hevur svikið. Til hetta sigur Eilif Samuelsen, at tað hava næmingarnir ikki fyri neyðini, tí fylgiskjalið sigur, at lærararnir hava skyldu at geva næmingunum ta undirvísing, sum krevst, til tess, at teir kunnu fara til próvtøku til vanliga tíð í summar. Snorri Fjallsbak, formaður í Yrkisfelagnum, sigur, at tað, sum stendur í semjuni er, at lærararnir skulu royna at gera tað, teir kunnu, fyri at næmingarnir fáa tikið aftur tað, teir møguliga hava mist. Sagt verður í fylgisskjalinum, at hetta verður gjørt í vanligu undirvísingartíðini fram til seinasta skúladag í skúlaárinum 1997 / 1998. Tað vil siga, at frídagar so sum leygardagar og halgidagar, skulu ikki nýtast til hetta. Eisini stendur í fylgiskjalinum, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið kann virka fyri, at lesipensum verður skert nakað, men kortini ikki, at nortið verður við próvtøkupensum. Hetta er bert galdandi í próvtøkuflokkum, ið fara til próvtøku í mai/juni 1998 og í samráð við læraran í lærugreinini og tekur Undirvísingar- og Mentamálastýrið hereftir avgerð um, hvussu berast skal í bandi hesum viðvíkjandi, stendur í fylgiskjalinum, sum gjørt er til semjuna. Manni Høgnesen eirikur@sosialurin.fo Hýruvognar í Klaksvík í 1950/60 árunum Fyrsti bilurin, sum Eilev í Vági í Klaksvík keypti heim til Føroya at koyra rutukoyring, var ein Standard Vanguard, ið var fluttur heim við farma- og fiskibátinum Poppy úr Leith í Onglandi Mynd 1: Hesir tríggir bilarnir standa uttan fyri húsini hjá Jóan Petur Brekku á Lítlubrekkur í Klaksvík. Tann fyrsti er ein Ford Taunus, 1958, tann næsti ein Vauxhall Cresta, 1957 og tann triðji ein Ford Consul, 1955 Myndin av hesum trimum bilunum (mynd 1) er tikin uttan fyri húsini hjá Jóan Petur Brekku á Lítlubrekku í 1959.) T. e. húsini, sum Vagn Leivsgarð nú eigur). Jóan Petur koyrdi hýruvognskoyring í Klaksvík og hevði eitt skiftið hesar tríggjar bilarnar. Bilurin, ið hevur Fø 1182 er ein Ford Taunus, umleið árgang 1958. Hesin bilurin varð eisini kallaður >>det flyvende tæppe<<. Hann var reyður og hvítur. Bilurin við nummarinum Fø 64 (bilurin í miðjuni) er ein Vauxhall Cresta árgang umleið 1957. Hesin var myrkt bláur og hvítur. Tann innasti bilurin, við nummarinum Fø 452, er ein Ford Consul árgang umleið 1955. Hesin bilurin var ljósablaur og hvítur. Jóan Petur flutti til Havnar umleið 1961. Úti í Búðini 1956 Mynd 2 (niðast á síðuni til høgru) er frá 24. juni 1956 úti í Búðinum, har Aksel Jacobsen hevði Taxa - tlf 39. Bilarnir á myndini eru: Fø 23 ein Austin lastvognur, sum var bláur og lastaði umleið trý tons. Fø 129 (bussurin í miðjuni) er eitt VW fólkavongsrugbreyð, sum hevði umleið 9 sitipláss. Fø 369 (bilurin til høgru) ein ein persónbilur av merkinum Austin 40. Aftanfyri síggjast sjúkrahúsið og høgrumegin læknahúsini, har Petur Waagstein búði um hetta mundið. Eilev í Vági byrjaði hýruvognskoyrin í 1951 Fyrsti bilurin var ein Morris Oxford. Hann hevði nummarið Fø 317 (mynd 3), og varð hann keyptur frá Diaba Joensen úr Klaksvík, sum eisini hevði brúkt hann til hýrukoyring. Næsti bilurin var ein Standard Vanguard, Fø 438, sum kom til landið í13 mars. 1953 (mynd 3). Hesin bilurin varð bílagdur í oktober í 1952, og bleiv hann goldin forrút kr. 10.000. Bilurin kostaði 13.000 krónur. Ikki var altíð so lætt at fáa bilar úr Onglandi tá, men í mars 1953 var fiski- og farmabáturin Poppy niðri og seldi fisk í Aberdeen. Heim við Poppy Bilurin sum stóð í Leith varð nú koyrdur til Aberdeen og niður í lastina á Poppy. Triði bilurin var eisini ein Standard Vangaurd, Fø 347 (mynd 4). Hetta er í 1955. Petur Háberg og Rósing Rasmussen høvdu bilsøluna Norrøna (Jens Chr. Christiansen, Kissa var eisini við). Teir umboðaðu Vanguard. Fjórði bilurin er ein fínur Opel Kaptain, Fø 946. Hesin bilur var ljósagrønur og kom til Klaksvíkar í 1959. Eilev var við í kongafylginum í 1959 við hesum bili, har hann koyrdi prinsessurnar. Hann fekk tá heiðursmedalju frá kongi. Henda bilstøð hevði telefon 288. Eilev gavst at koyra hýruvogn í 1959 og fór tá at koyra lastvogn. Eskild Norðbúð plagdi at hjálpa til at koyra hýruvogn hesa tíðina. Leo Poulsen Skeiv mannagongd - Eg eri prinsippielt fyri einum arbeisrætti, men hetta er neyvan rætti hátturin at seta ein slíkan á stovn, sigur Óli Jacobsen Óli Jacobsen, formaður Føroya Fiskimannafelags og eisini limur av samgonguni, sigur í eini stuttari viðmerking við Sosialin, at hann er fyri, at arbeiðsrættur verður settur á stovn, men hann heldur kortini ikki hetta vera rætta leiðin at ganga. Hann gevur eisini Kristiani Magnussen, landsstýrismanni í arbeiðaramálum rætt, tá hesin sigur, at um málið kanska ikki beinleiðis eigur at koma frá landsstýrismanninum, so eigur hann í øllum førum at vera við í viðgerðini. Av tí sama væntar Óli Jacobsen ikki, at málið kemur so ógvuliga langt víðari enn til tingið í hesum umfari. Óli Jacobsen vísir á, at fyri nøkrum árum síðani var ein nevnd sett at arbeiða júst við hesum málinum, og í hesari nevnd vóru umboð fyri allar parta á arbeiðsmarknaðinum. Av ymsum orsøkum steðgaði arbeiðið hjá hesari nevnd tó upp, og meiri spurdist ikki burturúr. Allir partar við Formaður FF's heldur, at tað hevði verið eitt gott hugskot at tikið arbeiðið hjá hesari nevndini upp aftur, so partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir kundu verið við til at útarbeitt reglugerðir og rætningslinjur hjá einum arbeiðsrætti. Óli Jacobsen væntar, at verður ikki gjørt á henda hátt, verður eisini sera trupult at fáa ein arbeiðsrætt yvirhøvur, og ógjørligt at fáa ein, ið allir partar kunnu taka undir við. Ingeborg ikki at hitta Ingeborg segði við útvarpið, at eingin orsøk var at seta á stovn ein arbeiðsrætt, m.a. tí, at arbeiðsósemjur vóru fáar í Føroyum í mun til eitt nú Danmark Sosialurin royndi í gjár at fáa eina viðmerking frá Ingeborg Vinther, forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag og limur í løgtinginum, men hon var ikki at hitta, var sagt av einum heldur avvísandi telefonpassara í Føroya Arbeiðarafelag. Hon hevði tó tíð at tosa við útvarpið, og har vísti hon frá sær øllum tosi um arbeiðsrætt. Hon vísti á, at uppskotið var lagt fram av tveimum av høvuðsfíggindunum hjá arbeiðararørsluni, og einasta endamálið við uppskotinum var at knúska arbeiðararørsluna. Ingeborg segði við útvarpið, at eingin orsøk var at seta á stovn ein arbeiðsrætt, m.a. tí, at arbeiðsósemjur vóru fáar í Føroyum í mun til eitt nú Danmark. Og tær fáu ósemjur, ið vóru, kundu saktans verið avgjørdar í einum víðkaður gerðarrætti. Undraðist Útvarpið hevði somuleiðis eina samrøðu við Kristian Magnussen, landsstýrismann í arbeiðaramálum, og hann var meiri at kalla ovfarin av, at uppskotið var lagt fram. Hann undraðist á, at tveir av samgongutingmonnunum kundu leggja eitt slíkt uppskot fram, uttan at samgongan visti av tí. Somuleiðis undraðist hann á mannagongdina, tí hann metti tað meiri enn løgið, at landsstýrismaðurin í arbeiðaramálum var hildin uttanfyri. - Eitt slíkt uppskot átti bert at verið lagt fram, um partarnir á arbeiðsmarknaðinum vóru samdir um tað. Og undir øllum umstøðum átti landsstýrismaðurin í arbeiðaramálum verið uppi í viðgerðini av einum slíkum máli, segði Kristian Magnussen við útvarpið. Leo Poulsen Gerðarrætturin virkað higartil Uppskotið er komið knappliga á, tí heldur ikki Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag visti meiri enn tað, hann hevði hoyrt í útvarpinum - Eg havi ikki sæð hattar uppskotið, so eg veit ikki meiri enn tað, ið eg hoyrdi í útvarpinum. Eg kann tískil als ikki úttala meg í hasum málinum. So greiður var Karl Johansen, tá Sosialurin fekk orðið á hann í gjár. Hann segði tó, at tá Havnar Arbeiðsmannafelag hevði gjørt ein sáttmála, so plagdu teir at halda seg til hann og gav annars Ingeborg Vinther rætt, tá hon segði, at tað í flestu førum vóru arbeiðsgevararnir, ið brutu sáttmálan. Karl Johansen sigur, at tað hava ikki verið nakrir trupulleikar av týdningi, og annars hava vit jú ein gerðarrætt, ið higartil hevur virkað bæði skjótt og gott. - Men tað kann vera, at ein arbeiðsrættur er betri fyri arbeiðsgevararnar, og tí er uppskotið kanska komið fram, heldur Karl fyri. Í sjálvdrátti Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag heldur annars, at Bjørn á Heygum og Óli Breckman kunnu ikki vita, hvat landsstýrið ger, tí so seint sum í gjár fekk Havnar Arbeiðsmannafelag eitt bræv frá landsstýrinum, har lagt verður upp til at seta á stovn eina arbeiðsnevnd. Henda arbeiðsnevnd skal arbeiða júst við málinum um ein arbeiðsrætt, og fyrsta stigið er at seta saman nevndina, sum skal hava umboð frá fakfeløgunum, arbeiðsgevarunum og landsstýrinum. At so eitt uppskot verður lagt fram á ting um júst sama mál, og um júst somu tíð, sum landsstýrið ætlar at seta nevnd at viðgera málið, bert kann merkja tað, at teir báðir tingmenninir einki kenna til hetta arbeiðið í landsstýrinum og tískil arbeiða í sjálvdrátti. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Gro Harlem Brundtland nýggjur aðalstjóri í WHO Týsdagin varð Gro Harelm Brundtland vald til nýggjan aðalstjóra í Altjóða Heilsustovninum, WHO. Hon fær m. a. ábyrgdina av 3600 starvsfólkum í 150 londum Sveinur Poulsen Týsdagin varð fyrrverandi norski forsætisráðharrin Gro Harlem Brundtland vald til nýggjan aðalskrivara í Atjóða Heilsustovninum, WHO. Tað hevur stóran týdning fyri Noreg at fáa ein fyrrverandi topppolitikara í eitt leiðandi starv sum hetta, og norska stjórnin hevur ført ein sera harðan valdyst hennara vegna. Umleið 100 fólk í norska uttanríkisráðnum hava verið innblandað í valdystin, sum í Noregi verður mettur at vera eitt av teimum størstu diplomatisku tiltøkunum nakrantíð. Norsku sendistovurnar í umleið 40 londum hava aktivt verið við í arbeiðnum, og ST-sendiboð Noregs í Geneve hava alla tíðina kannað eftir, hvat fyrifert í WHO. Norska stjórnin hevur eisini fingið nakrar ákoyringar við á vegnum frá Framburðsflokkinum fyri at brúka almennar pengar til at útvega einum >>privatpersóni<< starv. Umsita milliardir Høvuðsdeildin hjá Altjóða Heilsustovninum heldur til í Geneve. Stovnurin hevur 3.600 fólk í starvi í 150 londum, og umsitur árliga 6,5 milliardir krónur. Atljóða Heilsustovnurin varð settur á stovn í 1948 við tí endamálið, við tekniskum kunnleika at hjálpa til at seta á stovn altjóða heilsunormar. Fyri 20 árum síðani átók stovnurin sær størri skyldur í arbeiðnum fyri størri sosialum rættleika. Í sambandi við at tað í ár eru liðin 50 ár síðani Altjóða Heilsustovnurin varð settur á stovn, er tann samanlagda rakstrarætlanin uppá 1,8 mia. dollarar (12,2 mia. krónur). Gro Harlem Brundtland skal tann 1. juli avloysa dr. Hiroshi Nakajima úr Japan, sum hevur verið aðalstjóri síðani 1988. Móttikin við fagnaði Eftir at valið var av, kom Gro Harlem Brundtland til høvuðssætið hjá Altjóða Heilsustovninum, og har varð hon móttikin við fagnaði. Men tað máttu fýra valumfør til, áðrenn dysturin var avgjørdur. Hini valevnini fullu frá so hvørt, og at enda vóru bert Brundtland og Sir George Alleyne av Barbados eftir at velja ímillum. Í seinasta valumfari fekk Gro Harlem Brundtland 18 atkvøður og Alleyne 10 atkvøður. Hetta var nakað, sum dámdi Gro Harlem Brundtland. Við tíðindafólk segði hon: - Eg hevði ikki nervar, men eg var spent. Atkvøðugreiðslan tók eitt sindur longri tíð, enn eg hevði roknað við. - Eg haldi, at eg átti at gera brúk av mínum drúgvu royndum. Tað er ov tíðliga einki at gera, tá tú bert ert vorðin 58 ára gomul. Verðinstíðindi í Noregi Spenningurin um hvørt Gro Harlem Brundtland fór at vinna ella ikki, hava verið fylgdur við stórum áhuga í Noreg. Norska blaðið Aftenposten sigur í eini grein í gjár, at áhugin fyri aðalstjóravalinum í WHO hava verið heimstíðindi í Noregi og bara har. Áhugin hjá heimspressuni fyri valinum hevur verið ógvuliga lítil, og spurnartekin verður sett við hvørt tað eru norsku fjølmiðlarnir ella restin av heimspressuni, sum hava verið mest snævurskygd. Norsku fjølmiðlarnir hava brúkt í kilometurvís av bæði teigaplássi og senditíð fyri at vísa tað politiska spæl, sum fer fram, tá ein leiðari skal setast í slíkt týdningarmikið starv. Aftenposten sigur, at hetta er ein av trupulleikunum hjá WHO, at fjølmiðlarnir ikki hava nóg stóran áhuga í tí felagsskapurin tekst við. Kanada skifti hest Aftenposten sigur m. a., at mótvalevnini hjá Gro Harlem Brundtland ikki hava so drúgvar royndir sum hon hevur, og at tað vísir, at áhugin fyri starvinum millum tungvektararnar ikki er so stórur. Hevði talan verið um leiðarastarv í eitt nú ST ella Nato, so var áhugin nógv størri. Tað hevur annars vakt ans í Noregi, at Kanada valdi at skifta valevni eftir at dysturin var byrjaður. Kanada var eitt av teimum londum, sum bað Gro Harlem Brundtland stilla upp til valið í WHO, men tá til stykkis kom, atkvøddu teir fyri valevninum frá Barbados. Norskir sendimenn eru uppøstir av framferðini hjá kanadiumonnum, og teir siga bart út, at hetta er ein partur av einum størri politiskum spæli. Kanada ætlar sær inn í trygdarráðið í ST, og tá hava teir brúk fyri teimum karibisku atkvøðunum. Noreg og Kanada hava annars leingi víst ein góðan vilja til at stuðla ST, og eisini at effektivisera deildirnar hjá ST. Og norðmenn eru keddir av, at kuril er komin á tráðin Politikarar ynskja tillukku við valinum Norskir politikarar eru sera væl nøgdir við, at Gro Harlem Brundtland er vald til aðalstjóra. Hóast ymiskar politiskar uppfatanir eru allir á einum málið um, at Brundtland fer at klára seg væl. Formaðurin í Kristiliga flokkinum í Noregi, Valgerd Svarstad Haugland sigur, at tað er flott, at Noreg hevur fingið ein persón í eitt tílíka lyklastøðu. - Eg vil tó heita á Brundtland um at respektera, at onnur hava eina aðra uppfatan enn hon sjálv, eitt nú viðvíkjandi fosturtøku, sigur hon. Leiðarin í Vinstraflokkinum Gunnar Kvassheim ynskir eisini tillukku við valinum og sigur: - Valið av Brundtland vísir, at Noreg hevur ambitiónir um at spæla ein altjóða leiklut, tá vit tosa ummenningararbeiði. Í Arbeiðaraflokkinum eru tey, sum verða man, sera fegin um valið. Brundtland var formaður í Arbeiðaraflokkinum í nógv ár, og tí er valið sera gott fyri flokkin. - Við Brundtland hevur Altjóða Heilsustovnurin fingið ein framúrskarandi leiðara. Hon dugir at verða leiðari samstundis sum hon hevur fakligt innlit, sigur næstformaðuri í flokkinum Hill-Maria Solberg. Formaðurin í Framburðsflokkinum, Carl I. Hagen, ynskir eisini Brundtland tillukku við hesum spennandi og týdningarmikla starvinum. Um kritikkin av stjórnini sigur Hagen: - At hon er vald broytir ikki mína støðu til framferðina hjá stjórnini. Eg havi ongantíð kritiserað Brundtland - bara stjórnina. Orsøkin er tann, at eg haldi tað er skeivt, at stjórnin brúkar almennar pengar til at útvega henni starvið. Hagen er tó vísur í, at Brundtland fer at megna at røkja starvið. Gro Harlem Brundtland byrjar í nýggja starvinum 1. juli í ár. Uppskotið er ein krígsavbjóðing Formaðurin í Starvsmannafelagnum er avgjørdur um uppskotið, sum varð lagt fram á ting týsdagin um arbeiðsrætt. Hann hevði ikki sæð sjálvt uppskotið, men líktist tað tí, ið var við í álitinum frá 1990 - og tað ger tað sambært viðmerkingunum - so er hetta einki minni enn ein krígsavbjóðing Lat tað vera sagt beinanvegin, at Gunnleivur Dalsgaard ikki sjálvur hevði sæð uppskotið, sum teir báðir, Bjørn á Heygum og Óli Breckman, løgdu fram á ting týsdagin. Men - uppskotið í álitinum frá 1990 kennir hann alt til, og líkist hetta nýggja uppskotið tí, er tað at meta sum ein rættilig avbjóðing til fakfeløgini. Gunnleivur vísir tó á, at tað er ein ávísur munur á, hvør tað er, ið leggur uppskotið fram. - Stendur landsstýrið aftanfyri hetta uppskot, ella tekur ein meiriluti av løgtinginum undir við tí, er hetta beinleiðis at meta sum ein krígsavbjóðing, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Hann sigur tó, at fyrr enn hann kennir meiri nágreiniligt til málið, kann hann ikki úttala seg ítøkiliga. Hann vísir tó á, at tað eru tingmenn á uttasta høgravonginum, ið hava lagt uppskotið fram, og frá teirru síðuni kunnu fakfeløgini vænta sær alt, sum Gunnleivur tekur til. Hann vísir eisini á, at tá uppskotið frá nevndini kom fram í 1990, vóru øll fakfeløg ímóti. Ódámligt Formaðurin í Starvsmannafelagnum heldur ikki tað er rætt, at ein bólklur av borgarunum, í hesum føri arbeiðarastættin, verður pilkað út og skal svara fyri einum serligum rætti, sum aðrir borgarar ikki skulu svara fyri. Somuleiðis vísir hann á, at hetta, at brúka oljuvinnuna sum undanførslu fyri at leggja uppskotið fram, er einki annað enn hjáputur. - Skulu oljumillióningar nú avgera lønina í Føroyum, so er hetta ein sera ódámlig gongd, sigur hann. Gunnleivur vísir enn einaferð á, at hann ikki hevur havt høvi at kanna hetta nýggja uppskotið enn, men tað verður tað næsta, Starvsmannafelagið fer at gera. Tástaðni ber til ítøkiliga at gera viðmerkingar. Hann heldur tó fast um, at verður hetta uppskotið samtykt soleiðis sum hann hevur skilt tað - gjøgnum útvarpið og við gamla uppskotinum sum grundarlag - so er hetta at rokna sum ein krígsavbjóðing móti fakfeløgunum Lóg um arbeiðsrætt lagt fram Tað eru teir báðir samgongutingmenninir, Bjørn á Heygum og Óli Breckman, sum við støði í einum áliti frá 1990, hava lagt fram løgtingslóg um Arbeiðsrætt Føroya Í viðmerkingunum til uppskotið siga teir báðir løgtingsmenninir: Á sumri í 1989 samtykti tásitandi landsstýri at seta eina nevnd, hvørs setningur skuldi vera at fyrireika uppskot til løgtingslóg um arbeiðsrætt. 18. januar 1990 legði nevndin fram álit um arbeiðsrætt. Í álitinum var millum annað eisini eitt uppskot til løgtingslóg um arbeiðsrætt. Uppskotið varð tó ongatíð borið niðan í løgtingið. Hjálagda uppskot byggir í stóran mun á álitið frá 1990. Endamálið við lógini um arbeiðsrættin er at skapa trygd fyri, at møgulig ósemja á arbeiðsmarknaðinum, sum hildin verður at vera í stríð við galdandi sáttmálar ella avtalur, kann roynast við ein skipaðan rætt og har fáa rímiliga og skjóta viðgerð. Um bíðast skal eftir viðgerð við vanliga dómstóli, tekur tað langa tíð, ofta ár, áðrenn avgerð fellur í málinum. Sambært lógaruppskotinum kunnu hesi mál verða løgd fyri arbeiðsrættin: 1.Brot á sáttmálar um løn og arbeiðsviðurskifti millum løntakarafelag øðrumegin og arbeiðsgevarafelag ella einstakan arbeiðsgevara hinumegin. 2.Um fráboðað felags stríðsstig eru lólig. 3.Um felags sáttmáli fyriliggur. 4.Um loyvt er at nýta felags stríðsstig til stuðul fyri krav um sáttmálaøki, har felags sáttmáli ikki er gjørdur. 5.Ósemja millum løntakarafeløg ella millum arbeiðsgevarafeløg um yrkisøki teirra. 6.Ósemja um tulking av sáttmálanum. Sambært lógaruppskotinum verða bæði løntakara- og arbeiðsgevarafeløgini javnt umboðað í arbeiðsrættinum. Skipanin við gerðarrættum í teimum ymisku lønarsáttmálunum taka sær einans av tulkingarspurningum. Mett verður tí, at neyðugt er við einum arbeiðsrætti til tess at avgreiða mál, har spurningurin snýr seg um brot á sáttmálan. Í fakrættarligum viðurskiftum finnast tvey sløg av ósemjum, rættarósemjur og áhugaósemjur. Rættarósemjurnar snúgva seg um møgulig brot á ein gildugan sáttmála, meðan áhugaósemjur stinga seg upp, tá ein skal samráðast um ein sáttmála. Tá talan er um áhugaósemjur (interessekonflikter), og sáttmálin er farin úr gildi, er loyvt at fara í verkfall/verkbann. Stingur hinvegin ein rættarósemja seg upp, er friðarskylda millum partarnar, til ósemjan um tulkingina er greidd við ein gerðarrætt. Í sáttmálaskeiðinum er sostatt friðarskylda hjá báðum pørtum. Flest lond í heiminum hava ein arbeiðsrætt til at taka sær av sáttmálabrotum á arbeiðsmarknaðinum. Nú tá oljuvinnan stendur fyri durum, og útlendingar hava áhuga at stovna arbeiðspláss í Føroyum, er bráðneyðugt, at tey fakrættaðu viðurskiftini verða skipað. Mett verður, at umsitingin av arbeiðsrættinum fer at kosta 1. mió. kr. árliga. Annars verður víst til viðmerkingarnar til hvørja lógarparagraf sær. Fyrsta viðgerð av uppskotinum kemur fyri tingið í dag. Lívið er eitt spæl Ráðið fyri Ferðslutrygd, Bileftirlitið, Føroya Koyrilærarafelag og Bókadeild Føroya Lærarafelags hava tikið stig til at samstarva um útgávu av bókini >>Lívið er eitt spæl<<. Bókin er upprunaliga norsk, men í týðingini er hon bæði staðførd og lagað til føroysk viðurskifti, og hesum hevur Sjúrður Gullbein staðið fyri. Skrivað bókina upprunaliga hevur Erling Pedersen. >>Lívið er eitt spæl<< er ungdómsbók, sum í skaldsøguformi viðger avleiðingar, sum ferðsluvanlukkur kunnu hava við sær. Her verða evni havd á lofti, sum hava stóran týdning fyri ungdóm - eitt nú kærleiki, sum jú ikki altíð er so lættur at finna út av. Eisini verður komið inn á tráanina eftir ferð og spenningi og trongdina hjá ungum monnum at vísa seg fyri gentum. Men bókin er eisini um tað, at gerast vaksin og skula taka ábyrgd av egnum gerðum. Um sjálva søgugongdina kann verða sagt, at vit uppliva fyrst káta og trupulleikaleysa ungdómslívið, sum við eitt verður broytt, tann dagin vanlukkan hendir. Høvuðspersónurin í bókini er Eyði - tað er hann, ið greiðir frá. Besti vinmaður hansara er Áki, og teir eru altíð saman. Áki hevur júst tikið koyrkort, so nú bert alt til. Men so kemur Lisa upp í leikin... Endamálið við útgávuni er at geva koyrilærarum eitt amboð, sum kann gera tað lættari at koma í gongd við at viðgera menniskjaligu avleiðingarnar av ferðsluvanlukkum í koyriundirvísingini. Hóast bókin nemur við sera álvarslig og døpur evni, so er málbúnaðurin í bókini lættur og vælhýrdur og mangan ikki sørt skemtiligur - og tí er bókin løtt at lesa. Tá ið so næmingarnir hava lisið bókina, er so møguleiki at viðgera innihaldið. Til hetta endamál er gjørt eitt uppgávublað við spurningum og uppleggi til kjak. Bókin verður, ókeypis, latin øllum ungdómi, sum tey næstu 3-4 árini fer at taka koyrikort, og tað vera koyrilærarar, sum lata hana út, tá ið fólk melda seg til koyriundirvísing hjá teimum. Sjálva høvuðsbókagoymsluna kemur Ferðslutrygd av hava um hendi. Almenni útgávudagurin hjá bókini er fríggjadagin 29. januar 1998 og í hesum sambandi eru koyrilærarar bodnir á eitt skeið í hølunum hjá Ferðslutrygd Yviri við Strond 21, henda dag kl. 10.00, har kunnað verður um, hvussu bókin kann verða nýtt. Bókin fæst til keyps í bókahandlunum, so tey, ið hava tikið koyrikortið, hava eisini høvi at ogna sær hesa sera viðkomandi bók. Stuðlað útgávuni hevur oljusamtakið Texaco-Conoco-Murphy, Suðuroyar Sparikassi, Norðoya Sparikassi og Norðurlendska Ráðharraráðið. juel juel@sosialurin.fo Føroya Bjór Simultan Stóra árliga parakappingin, Føroya Bjór Simultan, verður spæld kring landið leygardagin 31. januar. Í ár verður spælt í Tórshavn, Eysturoynni og í Klaksvík Tey seinastu mongu árini hevur Føroya Bjór verið stuðul fyri eini parakapping hjá Føroya Bridgesambandi, ið verður leikt kring landið. Tað sermerkta og áhugaverda við hesi kapping er, at somu spøl verða leikt á øllum plássum samstundis. Í ár verður spælt í Tórshavn, Eysturoynni og í Klaksvík. Spølini verða teldugivin, og verða tað givin fleiri sett av somu spølum, sum síðani verða send til spælistøðini. Í ár verður spælt í 5 ella 6-borðs rekkju, alt eftir tilmelding á staðnum, og í mesta lagi vera tað spæld 36 spøl. Tá kappingin er liðug leygarkvøldið, verður gjørt upp sum vanlig parakapping, og fáa vinnarnir virðisløn. Úrslitini verða síðani send til Føroya Bridgesamband, ið samskipar uppgerðina av kappingini, og fáa vinnararnir av samlaðu kappingini enn eina virðisløn. Føroya Bridgesamband upplýsir, at seinasta freist at boða frá luttøku er í kvøld á tel. 18721 áðrenn klokkan 23. Meira um ferðatrygging í Føroyum Fyrst vil eg takka tryggingarsambandinum fyri skjóta aftursvarið til innlegg mítt í Sosialinum nr. 12 frá 21. januar 1998. So er tað okkum føroyingum kunnað, at tryggingarsambandið eisini má innrokna møguligan sjúku- og heimflutnings kostnað. Sjúkratrygging okkara - sjúkrakassin - vil ikki gjalda fyri slíkt. Í Danmark eru allir landsins borgarar tryggjaðir í eini trygging, nevnd >>Sygesikringen<<. Øll grannalond okkara hava fingið hesa skipan. Nú eru mong ár síðan okkara avoldaða sjúkrakassaskipan var slept. Í 1995 kostaði tað donskum >>Sygesikringum<< 92 mill. kr. í samband við sjúkraflutning v.m. Tað er í meðal kr. 17,- fyri hvønn íbúgva í Danmark. Fyri at kunna gera eina samanmeting er eftir at fáa upplýst, hvat tað kostaði donskum ferðatryggingum í endurgjaldi til tryggingartakarar t.d. í 1995? Vit hava fingið upplýst frá danskari ferðamannastovu, at tryggingin har er lækkað pr. 1. desember 1997. Nú hava teir bert eitt slag av ferðatrygging, ið liggur í prísi eitt stað ímillum tað bíligu og dýraru. Sostatt er munurin nú størri, enn hann var í fyrra dømi mínum. Vildi tryggingarsambandið gjørt so væl at upplýst greiðliga nærri frá um hesar fyrispurningar. Orsøkin til skriving mína er at fáa upplýst, um vit, ið búgva her á landi, fáa eina rímuliga tænastu frá okkara einasta sølufelag á hesum øki. Tórshavn, 27. jan. 1998 Eiko Apol Stjórnmálanevnd Harri formaður Til viðgerðar er uppskot til løgtingslóg um setan av stjórnmálanevnd, sett fram av Javnaðarflokkinum. Tvær reisur fyrr hava líknandi uppskot verið til viðgerðar á løgtingi. Framtíðarstøða Føroya, sum Tjóðveldisflokkurin legði fram, og eitt frá Javnaðarflokkinum. Tað førdi til stjórnarkreppu. Hetta uppskotið er eisini frá Javnaðarflokkinum. Uppskotið gongur út uppá, at seta eina 13-mannanevnd, sum skal: 1. Kanna og lýsa verandi ríkisrættaligu støðu Føroya. 2. Kanna og lýsa hvørjir karmarnir eru fyri broyting, og hvør formliga broytingarmannagongdin eigur at vera. 3. Gera uppskot um nýggja skipan við størri sjálvræði og 4. viðgera allar stjórnmálaspurningar, sum nevndin heldur hava týdning. Í álitinum til løgtingsmál nr. 6/1996, fyrireiking til setan av stjórnmálanevnd, sum fall, søgdu fýra minnilutar teirra hugsan um tað uppskotið. Umboð Sambandsfloksins (Bjørn á Heygum og Maria Hansen) avvístu uppskotið, og teimum tók eg fult undir við. Umboð Fólkafloksins (Rúna Sivertsen og Kjartan I. Joensen) hildu tað vera bæði rætt og neyðugt at fáa broytingar í viðurskiftini millum Føroyar-Danmark, fyri at fáa størri sjálvræði, bæði fíggjarliga og statsrættarliga. Umboð Javnaðarfloksins (Marita Petersen) legði størsta dentin á ikki at fortelja hvat tað er Javnaðarflokkurin vil. Hon segði m.a., eg endurtaki: >>Fyri ikki framman undan at styggja nakran flokk frá at viðgera málið, og fyri ikki at læsa málið fast, áðrenn spurningurin um setan av stjórnmálanevnd er viðgjørdur, valdi Javnaðarflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið ikki at siga nakað ítøkiligt um floksins støður til ymsu spurningarnar... o.s.fr.<< Síðan hevði Marita Petersen nakrar almennar ella generellar viðmerkingar um avgerðarrætt og ábyrgd og ásetan av avtalum. Alt hetta kann gerast innan víðu karmarnar av verandi heimastýrislóg. Boðskapurin frá Javnaðarflokkinum er: Sig onki fyrr enn nevndin er sett. Tá hava Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin og yvirtøku- og loysingarflokkarnir hond og hálsrætt yvir nevndini og kunnu gera tað teimum lystir. Hetta er boðskapurin. Umboð Tjóðveldisfloksins (Signar á Brúnni) setur onki uppskot fram. Tað nýtist honum heldur ikki. Mótsett Javnaðarflokkinum, Fólkaflokkinum og hinum loysingarflokkunum hevur hesin flokkur altíð torað at sagt tað hann meinar. Harri formaður Støðan á Føroya Løgtingi er óbroytt síðan miðjuna av sjeytiárunum. Síðan tá er tað støðugt vorðið greiðari, at bert ein sambandsflokkur er Føroyum, og at hinir flokkarnir vilja arbeiða fram móti loysingini. Hetta er ein sannroynd, hóast bert ein av loysingarflokkunum torir at viðganga sína sonnu støðu alment. Ikki bert nógvir politskir flokkar, men eisini nógvir persónar, bæði føroyingar og danir, bera upp undir at broyta heimastýrislógina. Eg havi tosað við nógvar, eg havi lisið nógv tilfar frá hesum flokkum og persónum. Enn havi eg onga grundgeving fyri at broyta heimastýrislógina fingið frá nøkrum, uttan grundgevingina frá Tjóðveldisflokkinum. Vit skulu loysa frá Danmark. Sjálvt skilamaðurin, Bent Klinte, hevur í dag í Sosialinum onki uppskot til broytingar út yvir eitt >>serviceeftirlit<<. Tjóðveldismenn siga, at vit ikki kunnu kenna ábyrgd fyrr enn vit hava fingið loysingina. Teir skuldu verið teir fyrstu til at vita tað. Teir royndu at reka føroyska samfelagið í seinnu helvt av áttatiárunum. Teir høvdu fríar hendur til at gera alt tað teimum lysti, eisini at læna pening runt allan heimin. Úrslitið kenna vit, og hetta úrslitið er høvuðsorsøkin til fíggjarligu støðu okkara í dag. Vit í Sambandsflokkinum eru grundleggjandi ósamdir við hinar flokkarnar um hesi viðurskiftini. Vit eru ímóti at loysa. Sambandsflokkurin var ósamdur, tá tær stóru yvirtøkurnar vóru framdar. Vit vóru eisini ósamdir, tá talan var um at broyta ríkisstuðulin til blokkstuðul. Loysingarflokkarnir grundgóvu broytingarnar við at gera føroyska samfelagið sterkari. Í dag kann hvør einstakur sjálvur meta um hetta eydnaðist. Harri formaður Aftaná tað sum eg havi ført fram, kann ein náttúrliga spyrja, um vit í Sambandsflokkinum í einum og øllum eru nøgd við samarbeiðið millum Føroyar og Danmark. Svarið er nei. Vit eru ikki nøgd. Men orsøkin til okkara ónøgd er ikki, at nakað er galið við heimastýrislógini. Tað sum var galið er, at vit ikki høvdu avtalaðar spælireglur innan fyri karmarnar av heimastýrislógini. Og hví høvdu vit ikki tað? Hava føroyingar biðið um, ella skotið upp, greiðar spælireglur, sum danir hava nokta fyri at fremja? Ikki mær vitandi. Lat meg nevna eitt dømi. Í fyrru helvt av áttatiárunum høvdu vit ríkisfundir, har politisku leiðslurnar í Danmark, Grønlandi og Føroyum kundu hittast m.a. fyri at upplýsa hvønn annan um øll viðurskifti av týdningi. Hesir ríkisfundir vóru niðurlagdir so skjótt Sambandsflokkurin ikki meira var í samgongu. Vit tóku teir uppaftur, so skjótt sum vit komu fram at aftur, og góvu teimum enn størri innihald, og eiga teir at hava upp aftur størri týdning í framtíðini. Mær dámar ikki at fara inn í smálutir í sambandi við verandi støðu, og verandi millumverandir, við donsku stjórnina og við Danmark. Hetta ber illa til, fyrr enn vit politiskt eru vorin samd um, hvat skal gerast. Hetta er heldur ikki neyðugt. Ein frágreiðing uppá 2.500 blaðsíður gevur nógv av svarunum. Lesið hesa frágreiðing. Hon viðger samskiftið millum danskar og føroyskar politiskar myndugleikar. Danir hava viðgingið, at teir hava gjørt mistøk. Hetta eru mistøk, gjørd av persónum. Onki av hesum mistøkum er gjørt, tí vit hava heimastýrislógina, og tí heimastýrislógin er orðað sum hon er. Tá tit lesa frágreiðingina, áttu tit ikki eisini at mett um okkara menn, politikkarar og embætismenn, hava gjørt teirra heimaarbeiði ella ikki. Eg spyrji bara. Harri formaður Lat meg eina ferð enn endurtaka, at meðan nógvir flokkar og nógvir persónar bera fram, at heimastýrislógin er gomul, og tað kann tað vera nakað um, og av hesi orsøk eigur at verða broytt, so hevur ongin enn víst á, hví og hvussu hon skal broytast, uttan Tjóðveldisflokkurin. Lat meg runda av við at vísa til Harhoff professara, sum er serfrøðingur á økinum. Í sambandi við at bankafrágreiðingin kom fram, svaraði hann í sjónvarpinum uppá hendan spurningin nakað soleiðis: >>Jeg synes det mest konstruktive man kan sige, er at der må tages initiativ til at der indføres øjeblikkeligt nogle spilleregler, nogle procedurer og nogle rutiner, så man sikrer sig, at dette problem ikke opstår i fremtiden<<. Lat okkum bíða við at fyrireika ta loysningina sum tit leggja upp til her. Lat okkum ístaðin skjótast gjørligt, saman við dønum, gera neyðugar spælireglir, prosedurur og arbeiðsreglur fyri framhaldandi samarbeiði millum Danmark og Føroyar innan fyri verandi heimastýrislógina. Hetta seinast nevnda hevur stóran skund. At loysa hevur hafturímóti ongan skund. Eg havi fyrr sagt, at tað í sambandi við 50 ára dagin fyri heimastýrislógina eigur at vera hildin ráðstevna í Føroyum. Hendan ráðstevna, har eisini útlendskir serfrøðingar eiga at luttaka, eigur at geva okkum eitt kvalifisera boð uppá fyrimunir og vansar við ríkisfelagsskapinum, hvønn status Føroyar hava aftaná 50 ára heimastýri, og hvørjir møguleikarnir eru uttan heimastýrisskipanina. Skuldi tað hóast alt verið ein meiriluti her á tingi, sum hevur so stóran skund at fyrireika loysingina, at teir ikki kunnu bíða eftir einari tílíkari ráðstevnu, so eiga vit at leggja spurningin fyri føroyska fólkið. Eg rokni við at eg fái viðhald fyri mínum sjónarmiði. Edmund Joensen, løgmaður Áki Bertholdsen Vit fáa neyvan 1 - 1,5 milliard í endurgjaldi ­ Kvørnin hjá Gudi melur seint. Men hon melur og nú fingu føroyskir politikarar uppreisn sigur Johan K. Joensen ­ Eg veit ikki, hvussu stórt endurgjald føroyingar eiga at fáa. Men eg haldi kortini, at 1-1,5 milliard ljóðar ov høgt. Johan K. Joensen, fyrrverandi sparikassastjóri, fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum í 18 ár og fyrrverandi nevndarlimur í fíggingargrunninum, heldur, at tað verður eitt sera fløkt og torgreitt roknistykki at finna fram til tað rætta endurgjaldið til føroyingar fyri bankabjarginina Tí vil hann heldur ikki leggja seg á nakra ávísa upphædd fyri ikki at órógva tað arbeiðið, sum nú fer fram í hesum sambandi, tí hetta verður ein spurningur, sum samráðast skal um. Men hann viðgongur kortini, at hann heldur at tað talið sum hevur verið nevnt, nevniliga eitt endurgjald uppá 1-1,5 milliard, ljóðar nakað høgt. ­ Eg havi onki ringt at siga um Lise Lyck. Men tað skerst ikki burtur, at hon er sera vinarliga sinnað ímóti føroyingum og vil okkum alt tað besta. Og tí haldi eg, at hon hevur hug at skjóta nakað høgt. Nei, 1 -1,5 milliard trúgvi eg ikki rættiliga uppá, sigur Johan K. Joensen. Hann sigur, at tað er eitt sera fløkt roknistykki at finna fram til eitt endurgjald. ­Ikki minst kann tað gera roknistykkið trupult, at hóast Den Danske Bank átti meirilutan av partabrøvunum, áttu føroyingar altso eini 40% av Føroya Banka. ­ Bankin er heldur ikki virðisleysur, minni enn so. ­Eg kenni sjálvandi ikki smálutirnar, men eg giti mær til, at av tí at grivið varð so djúpt og so nógv varð sett av ímóti tapi, sum tað bleiv, er bankin meiri verdur, enn tað, sum stendur bókað. ­ Bara á roknskapinum haldi eg, at hann er verdur einar 800 milliónir. ­ Men ivaleyst er hann meriri verdur enn so av tí, at so nógv er sett av ímóti tapi, tí bankin missir alt, hann hevur sett av og tí skulu summar avsetingar førast aftur Og alt skal takast við, táið eitt endurgjald verður roknað út. Johan K. Joensen sigur ,at mangan hevur verið illneitast inn á fíggjareftirlitið, at teir settu virðini á øllum húsum niður á botn. ­ Vit vóru í eini sera djúpari kreppu. Og tað ber ikki til at leggja støðið eftir, hvussu tað er, táið ringast stóð til. Tí tá kann tað bara ganga ein veg. ­ Men síðani havi eg hugsað nógv um, hví teir bóru seg soleiðis at. Og eg eri komin til ta niðurstøðu, at tað var fyri at skera so djúpt, at bankin skuldi verða bjargaður í einum. ­ Tí tað vísir seg nevniliga, at oftast fara bankar tvær ferðir, táið teir fyrst fara, tí tað, sum verður gjørt í fyrstu syftu, er ikki nóg mikið. ­ Eg haldi, at fíggjareftirlitið gjørdi tað fyri at tryggja gjaldførðið hjá bankanum og fyri at tryggja álitið á bankan. ­ Tí, jú lægri virðini blivu sett, tess størri avskrivingar kravdust og tess meiri mátti staturin útvega av pengum. ­ Men av tí, at so nógv varð sett av, bleiv ein stórur yvirskots-gjaldførið, og tí varð bankin nokk so sterkur at standa ímóti, sum fólk skuldu fari at tikið pengar úr bankanum í stóran mun. ­ So eg haldi, at avgerðin hjá fíggjareftirlitinum varð væl gjøgnumhugsað, og kann forsvarast sigur Johan K, Joensen. Kvørnin hjá Gudi melur seint Annars heldur hann, at vit eru komin bara væl burturúr kanningina. ­ Føroyskir politikarar hava fingið uppreisn fyri sínar avgerðir. ­ Norðmenn hava eitt orðatak sum sigur, at kvørnin hjá Gudi melur seint. ­ Tvs, at um enn tað kann ganga long tíð, vinnur rættvísi- at enda. ­ Og tað vísur seg eisini, at nú er tað nógv verri fyri Den Danske bank, at teir royndu at lumpa okkum tá. Hann sigur, at føroyskir politikarar arbeiddu undir sera hørðum trýsti har ið allar pílar vendu niðureftir og gingu skjótt. ­ Ongin visti, hvat danir fóru at gera, tóku vit ikki av tí, teir søgdu og tað er væl skiljandi, at okkara politikarar ikki tordu at taka ábyrgdina av at bankarnir fóru um koll. ­ Tí skal samfelagið ganga, er tað alt umráðandi, at fíggingarstovnarnir virka. ­ Gera teir ikki tað taka teir alt annað við sær í fallinum. Johan K. Joensen sigur, at fyri peningastovnarnar er tað alt avgerandi, at fólk hava álit á bankunum. Hava tey ikki tað, flyta tey pengarnar. Og tað hevði verið at oyðilagt okkum sjálvi. ­ Tí var onki at gera hjá okkara politikarum, uttan at makka rætt. Og tað ráddu bara um at halda tørn um bankakervið. Áki Bertholdsen Tað ljóðar skilagott at krevja 1 til 1,5 milliard í endurgjaldi ­Men nógv størri týdning enn endurgjaldið, hevur tað, at vit taka loysing. Gera vit ikki tað, hevur alt verið til fánýtis, tí heimastýrislógin hevur so dyggiliga spælt fallitt Eg vil ikki leggja meg út í, hvussu stórt endurgjald, vit skulu krevja í kjalarvørrinum á bankakanningini. ­ Tó má eg siga, at eg eri ikki ósamdur við Lise Lyck, sum hevur skotið uppá, at eitt rímiligt endurgjald fyri Føroya Banka eigur at liggja onkustaðni ímillum 1 - 1,5 milliard krónur. Vit hava spurt ríkisgóðkenda grannskoðaran og fyrrverandi topp-politikaran í eitt mannaminni, Jógvan Sundstein, hvat hann heldur eru rímilig stig at taka í kjalarvørrrinum á bankakanningini. Jógvan Sundstein var ein av høvuðsmonnunum í teimum fyrstu, sokallaðu samráðingunum, ímillum føroyskar og danskar myndugleikar, tá ið kreppan brádliga rakti okkum sum eitt hamarslag við fallinum hjá Sjóvinnubankanum í oktober í 1992. Og hóast hann síðani er farin úr politikki, hava vit spurt hann, hvørja føling hann hevur við støðuini, og, hvat hann heldur, nú skal henda. Hann sigur, at spurningin um endurgjald, ella hvør skal betala, vil hann ikki so fegin taka støðu til. ­ Tað mugu politikararnir nú taka støður til. Men hann sigur kortini so mikið, at hann avgjørt heldur, at talan eigur at verða um eitt endurgjald í sambandi við Føroya Banka. Og hann sigur eisini, at hann er ikki ósamdur við Lise Lyck, sum heldur, at endurgjaldið skal liggja onkustaðni ímillum 1 til 1,5 milliard. ­ Vit kunnu ikki vænta at fáa endurgjald fyri alla bankabjargingina. Tí so skulu vit hava 2,7 milliardir frá dønum. ­ Men so eiga danir eisini bankan. Og so mugu vit vóna, at teir vilja selja okkum hann aftur. Og tað er ikki ein sannlík leið at ganga. Hann heldur somuleiðis at tað er heilt burturvið, sum løgmaður tvíheldur um, at pengamál eru ríkismál og at danir tí hava ábyrgdina av hesum. ­ Væl eru pengar ríkismál sum so. Men penganýtsla er ikki ríkismál. Tí eiga vit at betala tað aftur, vit skulu. ­ Harafturat er tað siðvenja, at vit betala sjálvi fyri slíkt. Tað gjørdu vit táið Sjóvinnubankin fór í 1951. ­ Tá lántu vit pengar at seta í bankan. Tað var ongantíð eitt ivamál um, at hetta var eitt lán, sum vit skuldu betala aftur. ­ Soleiðis eigur eisini at vera hesuferð. Jógvan Sundstein heldur, at eitt endurgjald eigur at bera í sær, at føroyska uttanlandsskuldin til danska statin verður lækkað tilsvarandi, heldur enn at fáa pengaranr útgoldnar. Hann heldur avgjørt eisini, at eitt úrslit av bankakanningini eigur at verða, at danir vísa vælvild, táið vit fara at samráðast um, hvussu uttanlandsskuldin skal betalast aftur. Ikki minst hugsar hann um rentustøðið, tí hann heldur, at tað eigur at verða lægri. Annars heldur hann, at tað er skilagott at arbeiðsbólkar eru settir at arbeiða við øllum økjum av bankakanningini. Hann heldur eisini, at tað er sera umráðandi, at føroyskir politikarar semjast um, hvørji stig, vit skulu taka. ­ Men tað er líka umráðandi hetta vit ikki taka eina undirbrotliga semju. Tað skal vera ein semja sum ger, at vit krevja tað, vit eiga at fáa. Mugu krevja loysing Men eitt, sum Jógvan Sundstein heldur hevur nógv størri týdning enn endurgjaldið fyri bankabjargingina, er at vit taka sjálvstýrið. ­ Gera vit ikki tað, hevur alt hetta verið til fánýtis. Heimastýrislógin og ríkisfelagsskapurin hava so dyggiliga víst, at tey er óbrúkilig og taka vit ikki fulla ábyrgd av okkum sjálvum, koma vit ongantíð fyri okkum, men koma tvørturímóti at enda aftur í sama svansi einaferð afturat onkuntíð í framtíðini. Jógvan Sundstein sigur, at heimastýrioslógin hevur víst sína ónyttu uppá tveir mátar. ­ Í fyrstu atløgu er ríkisstuðulin vaksin ár um ár, uttan at tað hevur gjørt okkum meiri sjálvbjargin fyri tað, tvørturímóti. Ríkisstuðulin hevur gjørt sítt til at náa støðið undan føroyska búskapinum. Men, hvat verri er - hann hevur máað støðið undan teirri føroysku fólkasálini. ­Í aðru atløgu hevur heimastýrislógin verið óbrúkilig, tí nú hava vit eina hálva øld gingið og bilt okkum inn at vit høvdu eitt ávíst sjálvstýri. Men tá ið á stóð, skúgvaðu danir okkara sjálvavgerðarrætt til viks. Jógvan Sundstein sigur, hesi einastu árini hava danir blanda seg uppí smálutir í føroyskum politikki . ­ Hvussu ofta seinastu árini hevur løgtingið ikki verið í teirri mannminkandi støðu, a politisk mál eru viðgjørt eftir, hvat løgtingslimir hildu, at danir vildu góðtaka, ella hvat teir hildu, at vit sleppa at gera fyri dønum. Jógvan Sundstein sigur, at fyrrenn vit fáa eina uppgerð við danir og taka fulla ábyrgd av okkum sjálvum, koma vit ikki longur framá. Hann heldur, at so kunnu vit altíð kjakast um, hvussu víðfevnt hetta sjálvstýrið skal verða. ­ Tað ber altíð til at siga, at nú hava vit havt so nógv felags í ríkinum í so nógv ár, at danir og vit semjast um framhaldandi samstarv á ymsum økjum. T.d. havi eg onki ímóti at hava kongshúsið felags við danir. ­ Men tað skal verða sum javntstillað fólk. Ikki sum móðurland og hjáland. Fyrrverandi politikarin heldur, at í uppgerðini við danir, má sjálvandi eisini ein fíggjarlig uppgerð gerast er tað ruddiligast at kapitalisera blokkin. Tvs, at danir betala okkum eitt útgjald eina ferð með alla. ­ Tað hevði ført til føroyska sjálvsábyrgd nógv skjótari enn tað hevði gjørt, um avtalan verður at blokkurin minkar so líðandi. Jógvan Sundstein sigur, at enda, at nú val verður í nærmastu framtíð, stendur hann fast við avgerðina um, at hann fer ikki at stilla upp til val. Men hann avskrivar ikki politikk so. Skuldi tað hent, at fólkaflokkurin hevur brúk fyri mær til okkurt, skal eg ikki vísa tí aftur beinanvegin. ­ T.d. um brúk skuldi verið fyri einum landsstýrismanni. Jón Ellendersen Trongskygni byggir onga framtíð Vit mugu byrja at hugsa um annað enn endurgjald fyri bankayvirtøkuna, og vit mugu sleppa okkum burturúr at hugsa um fiskin sum einasta berandi grundarlagið fyri føroyskum búskapi. Vit mugu byrja at hugsa um annað enn endurgjald fyri bankayvirtøkuna, og vit mugu sleppa okkum burturúr at hugsa um fiskin sum einasta berandi grundarlagið fyri føroyskum búskapi. Møguleikarnir hjá føringum at gera seg galdandi innan IT-menningina eru góðir, tí vit eiga hópin av væl lærdum ungfólki, sum heldur enn fegin vendu nøsina heimeftir eftir lokna útbúgving í útheiminum. Bert at vita sær fisk, bankadiskar og lívlang størv hjá tí almenna er eingin framtíð. Vit mugu sleppa okkum burturúr trongskygdu hugsanini, at vit kunnu menna samfelagið við at hugsa sum vit hava gjørt seinastu 50 árini. Pínligt var tað at vera føringur í Keypmannahavn hin 27. januar tá danska Fólkatingið umrøddi úrslitið av stóru bankakanningini. Pínligt tí trongskygni trein meir enn nakað annað fram á skýggjanum tá m.a. Óli Breckmann tók orðið. Umaftur og umaftur sama meldrið um, at danir umroknað til donsk viðurskifti hava snýtt okkum fyri 150 til 200 milliardir. Og pínligt tí, at eingin dani skilir hesa umrokning. Í teirra verð eru 1,5 til 2 milliardir bert 1,5 til 2 milliardir. Lukkutíð at eingin var so gløggur at hann fortaldi Óla, at so var samlaða føroyska uttanlandsskuldin ikki 5,5 milliardir, men 550 milliardir. Og so kundi hin snildi eisini fortalt dønum, at tað vit fáa í blokkstuðli - umroknað til Ólasa tøl - er meiri enn 100 milliadir um árið. Tíbetur var eingin snildur dani staddur í Fólkatinginum júst tá Óli var á pallinum. Tað Óli Breckmann tosaði um var sama sjabbið, sum vit hava hoyrt umaftur og umaftur síðani 1993. Ikki eitt orð um, at vit føringar taka ábyrgdina av at hava koyrt samfelagið út á eggina. Ikki eitt orð um, at vit so sanniliga eisini eru áhugaðir fyri at plasera ábyrgdina fyri vánaliga skilinum í Føroyum. Ikki eitt orð um, at føroysku bankarnir (tann eini hálvdanskur) høvdu pøst so nógvan pening ínn í samfelagið, at grundarlagið kundi ikki halda. Tað mátti rapa. Ikki tí, eg hevði heldur ikki væntað mær, at føroysku politikararnir fóru at sópa fyri egnum durum. Tað eru áleið somu menn sum sita í landsstýri og løgtingi í dag, sum vóru oddamenn fyri ørskapinum og valdsmisnýtsluni sum koyrdi samfelagið um koll. Tað skal meiri enn fiskur til Og tað sæst á øllum brøgdum, at hesir menn einki hava lært. Lantíðarætlanir eru fremmandorð fyri teimum og hvussu eg lesi bløðini ella lurti eftir nærvarpi, so síggji ella hoyri eg einki um langtíðarætlanir fyri føroyska búskapin. Meginparturin av tíðindunum vit fáa heimaífrá snúgva seg um hvussu nógvan fisk bátarnir í Oyndarfirði hava landað og hvør løgtingsmaður hevur sagt at ein annar løgtingsmaður hevur sagt okkurt, sum ikki skuldi verðið sagt. Álvaratos: Við hvørjum ætla vit at byggja samfelagið? Við hvørjum ætla vit at gera okkum meiri óheftar av dønum? Ætla vit framvegis at lata fiskin vera berandi grundarlagið? Hava vit einki lært av, at hvørja ferð ein hørð ódn rakar landið, so hvørvur stórur partur av fiskinum í nøkur ár. Soleiðis hevur tað verið líka síðani onglendingar og hálendingar byrjaðu at fiska undir Føroyum. Nú má og skal tíðin vera komin til, at vit byrja at hyggja frameftir. Vit kunnu ikki dúva uppá, at vit helst fáa endurgjald frá dønum, tí teir eru als ikki sinnaðir at gjalda okkum annað enn eina symbolska upphædd. Vit mugu víðari. Vit mugu av álvara byrja at hugsa um, hvussu vit føringar - eisini vit sum útbúgva okkum niðri - skulu byggja eitt samfelag, sum í allar mátar er kappingarført við umheimin. Vit mugu eisini hugsa um at byggja eitt samfelag sum kann draga tey heimaftur, sum fáa sær munagóðar útbúgvingar í útlondum. Tað eru alt ov mong sum ikki týma heimaftur til eitt samfelag, sum ikki hevur stórt annað at bjóða enn fisk, ein banka-disk ella eitt lívlangt starv hjá tí almenna. Útheimurin broytist við rúkandi ferð, og áðrenn vit vita av, er Inter-netið vorðið eins týdningarmikið og tað evropeiska veganetið. IT-heimurin bíðar Og júst hetta. Internetið - og ikki at gloyma, IT-menningin sum heild, burdi verið ein opin vegur hjá føring-um at lagt sína orku í. Vit eiga hópin av góðum og gløggum ungfólki við góðari útbúgving, sum megnar at skapa nýggjar loysnir innan IT-heimin. Vit kunnu ikki aftur fara at droyma um at skula kappast við útheim-in á økjum sum krevja, at vit skulu innflyta hópin av dýrum rávørum, sum kanska ikki koma til tíðina tí veð-rið er vánaligt, tí skipasambandið ikki heldur tíðarætlanir o.sfr. Tí er IT-menningin ein góð loysn. Bíligar rá-vørur, sum eru lættar og skjótar at flyta. Og sjálvandi ber eisini til at hugsa sær, at føringar sjálvir kunnu framleiða nakað av (hardware)tilfarinum sjálvir. Men software: programm, Internetloysnir, heimasíðufram-leiðsla, undirvísingartilfar á bæði CD-Rom, video, á Internetinum o.sfr. er sanniliga framleiðsla, har føringar kunnu kappast við útheimin. Men vit mugu gevast við at hugsa til og frá okkara egna nalva og so ikki longur. Vit mugu sannføra politikarar okkara um, at tað er Føroyum at frama at seta telefongjaldið niður og ikki sum nú, lata tað vera størstu forðingina fyri, at vit kunnu kappast. Hugsið tykkum, her í Keypmannahavn kostar tað heilt niður í 8 oyri um minuttin at vera á Internetinum. Sjálvandi havi eg ikki her og nú ætlað mær at koma rennandi við øllum loysnum uppá alt. Eg havi fyrst og fremst í hyggju at eggja føringum til at hugsa um annað og meiri enn bankakanningina. Hana leggja danir í veruleikanum so lítið í, at tá atkvøðast skal um nýggja ES-sáttmálan, gloyma teir alt um Føroyar og føringar. Teir fara neyvan av álvara at hugsa um okkum aftur fyrr enn olja er funnin í undirgrundini. men tá koma teir aftur við >>fynd og klem<<, tí eg ivist ikki eina løtu í, at veruliga orsøkin fyri, at danir eru so altráir at loysa bankagøluna so >>smertefrit<< sum gjørligt er, at bæði teir sjálvir og ES vilja hava føroysku oljuna. Oljan í stó-rum parti av Norðsjónum er uppi um eini 20 ár, og ES fer at mangla olju aðrastaðni frá um somu tíð. Annar logikkur er - soleiðis hugsi eg - ikki í hesum. Men pening skulu vit ikki vænta at fáa stórvegis av. Ein olmussu fáa vit helst so Danmark kann standa seg væl við londini uttanum, ikki minst tey lond, sum Danmark roynir at sannføra um, at teir eru >>heimsins moralska samvitska<<. - - - Fegin var eg um hesi orð míni kundu sett ferð á eitt konstruktivt orðaskifti um framtíðina. Og enn fegnari var eg um føringar fóru at hugsa um berandi inntøkukeldur, sum ikki lukta av fiski. Og allarmest fegin var eg um føringar lærdu seg at hugsa um fíggjarviðurskifti uttan blokkstuðul og endurgjald fyri bankayvirtøkuna. Keypmannahavn 27. januar 1998 XXL Nú skal samráðast um støddina á endurgjaldinum Jan Müller Mugu ikki missa bankamálið á gólvið Verður bankamálið ikki loyst á ein fullgóðan hátt, sum bæði danir og føroyingar kunnu verða nøgdir við, so fer hetta at seta varandi kílar í millum tjóðirnar báðar. MAMMUTORÐASKIFTIÐ á fólkitingi um bankamálið er av á hesum sinni - ella kanska rættari med alla. Í hvussu er tann parturin av hesum málinum, sum snýr seg um danska sjálvrannsakan. Eftir eina øgiliga melduródn við vindmegi 24 er nú gott veður bæði so og so á fólkatingi. Stjórnin hevur yvirlivað ringastu brotasjógvarnar og stuðulsflokkar hennara halda seg kunna fara út aftur til veljarar sínar at biðja um stuðul, tí teir hava funnist at stjórnini - samtíðis hava teir heldur ikki lovað føroyingum gull og grønar skógir. TAÐ sýnist sum, at danskir politikarar hava gloymt, hvat hetta snýr seg um, nú teir hava gjørt málið til eitt innanríkispolitiskt ping-pongspæl, har taðmeira ræður um at vinna sær tekkju millum donsku veljararnar enn at skula taka støðu til eitt endurgjald til Føroyar. NÚ tá alsamt fleiri halda, at tað rætta hevði verið ein dómarakanning heldur enn hesin kanningarhátturin, nívir tað ikki sørt at vera føroyingur. Tvs. at alt hetta stríðið hjá Grønborg hevur lutvíst verið til fánýtis, nú sjálvt útgangsstøðið ikki var tað rætta, nevniliga at kunna plasera ábyrgd. Nú hevur bráddliga eingin ábyrgd men fyri at sleppa undan henni vilja teir kortini lata føroyingum ein skilling ella tveir fyri tort og svie. HÓAST vit føroyingar ikki eiga at leypa framav og bara seta krøv og aftur krøv og sleppa okkum undan ábyrgd, so kann ein tó siga - við m.a. fólkatingsdebattini sum grundarlag - at tekin eru ikki til, at vit fara at fáa tað afturgoldið, sum vit hava rætt til eftir donsku svikagerðina. Tí jú nærri nærkast vali í Danmark tess torførari verður hjá donskum politikarum at vera "yvirgalantir" móti føroyingum, sum jú sjálvir hava ábyrgdina av øllum. Hetta er tað, sum nógvir veljarar í Danmark fara at sita eftir við, nú vit hoyrdu, hvussu debattin á fólkatingi gjørdist ein uppgerð við føroyskt oysl og yvirforbrúk. Ja ein moralskur peikifingur. VIT føroyingar eiga ikki at vera undirbrotligir. Vit eiga heldur ikki at seta órímulig krøv. Vit eiga krevja at verða virdir sum fólk á jøvnum føti við aðrar borgarar í ríkinum og við teimum serstøku umstøðum sum vit liva undir, her eitt nú eina økonomi, sum byggir á fiskastovnar og fiskaprísir, ið kunnu verða so svikaligir, at teir koppa samfelagnum. Vit hava einki ímóti góðum ráðum frá dønum, men havið tykkara moralsku peikifingrar fyri tykkum sjálvar. Føroyingar krevja av harra Nyrup Rasmussen - eftir hansara so yvirblíðu framferð undir vitjanini í Føroyum - at hann og hansara nú liva upp til tað, sum liggur í kortunum í hesi bankakanning, nevniliga, at føroyska samfelagið fær tað endurgjald, sum rímuligt er, hvussu tað so enn verður útgoldið. TÁ hetta er sagt halda vit eisini , at føroyski fólkatingsmaðurin Óli Breckmann átti at fingið durafjórðingin frá føroyskum veljarum við næsta val. Nettup ein av orsøkunum til, at nógvir danir í dag eygleiða okkum sum tað teir gera, eru meiningar, sum eru skaptar av óhugnaliga og niðurgerandi retorikki Breckmanns. Hvat líkist tað, tá eitt fyri allar føroyingar so stórt ávlarsmál verður viðgjørt, at ein føroyskur fólkatingsmaður brúkar høvið til at reka sín egna partapolitikk á fólkatingi! Hvørjum tænir hansara niðurgerðing av føroyskum sosialistum annað enn til at skapa enn størri mótstøðu frá danskari síðu móti føroyingum sum heild! TAÐhvílir ein stór og tung ábyrgd á føroyskum politikarum í hesum døgum . Talan er um eina uppgávu, sum skal útinnast ikki bert á skilagóðan og avgjørdan hátt men eisini við virðing. Vit eiga at krevja rætt okkara men samtíðis røkja okkara skyldur. Danir skulu gjalda fyri sítt svik - og tá tað er gjørt - eiga vit og danir at stinga út í kortið av nýggjum. Bankamálið má ikki sleppa at detta á gólvið- tí tá verða viðurskiftini millum Danmark og Føroyar ongantíð at koma aftur í rætt lag. Her hvílir so sanniliga eisini stór ábyrgd á dønum - ikki at lata bankamálið detta á gólvið. Sofus Johannesen Somu vinnarar Seinasta vikuskiftið var enn eitt umfar av Grand Prix kappingini hjá Badmintonsambandinum leikt. Aftur hesa ferð varð leikt í Havn. Annars stóð Vestmanna fyri tørni at skipa fyri hesum umfarinum hjá teimm yngru leikararunum, men tá umfarið upprunaliga skuldi leikast fyri góðari viku síðani, gjørdist veðrið so óvandaligt, at Badmintonsambandið valdi at avlýsa kappingina tann dagin. Og nú hetta vikuskiftið bar teimum ikki til at fáa innivist í Ítróttarhøllini í Vestmanna, so kappingin har má bíða til nýtt høvi verður til tess. Tey yngru kappaðust Sum nevnt vóru tað tey yngru, ið kappaðust hesa ferð, og úrslitini vóru á leið tey somu, sum tey hava verið síðani Tórshavn Open varð leikt í november. Tey einstøku úrslitini gjørdust: Gentur undir 10 ár 1. Jenny Nielsen, VÍF 2. Christina Eriksen, VÍF Gentur 10-12 ár 1. Helena Mortensen, HBF 2. Herbjørg Eliasen, HBF 3. Alexandra Neshamar, HBF Gentur 12-14 ár 1. Elin Hansen, HBF 2. Jenny Niclasen, ÍF 3. Guðrun Poulsen, VÍF Gentur 14-16 ár 1. Karin Hansen, HBF 2. Marit Mortensen, HBF 3. Hjørdis Klein, HBF Dreingir undir 10 ár 1. Niclas Eysturoy, HBF 2. Hilmar Kass Jacobsen, HBF 3. Eli Fróði Hansen, ÍF Dreingir 10-12 ár 1. Thomas Rubeksen, HBF 2. Gunnar Poulsen, HBF 3. Jákup á Lækjuni, ÍF Dreingir 12-14 ár 1. Bjartur Lamhauge, HBF 2. Hanus Eliasen, ÍF 3. Jonhard Hansen, ÍF Dreingir 14-16 ár 1. Teitur Ellingsgaard, HBF 2. Tommy Jacobsen, HBF 3. Jens Norðberg, HBF Komandi vikuskiftið verður enn eitt umfar av Grand Prix kappingini leikt í Havn. Leygardagin leika tey yngru, og sunnudagin standa tey vaksnu fyri tørni. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Gul til stívt andøvsgul av vestri, skýggjað og smáregn av og á. Hitin millum 1 og 6 stig. Fríggjanáttina hækkar hann upp í útnyrðing og minkar vindin. Veðrið fríggjadagin: Gul til stívt andøvsgul av vestri og smáregn av og á. Hitin millum 2 og 7 stig. Veðrið leygardagin: Gul til stívt andøvsgul av vestri, regn av og á og hitin um 5 stig. Út á dagin hækkar hann upp í útnyrðing og minkar vindin. Tað klárar í og hitin verður millum 2 og 5 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Fyrst lítið lot, men seinni veksur hann vindin upp í hvassan vind av landnyrðingi. Sólglottar, men ælingur, sum frálíður kavi ella heglingur. Hitin fellur niður millum frostmarkið og 2 hitastig. Í gjár: Eitt hátrýst yvir Bretsku Oyggjunum stendur mestsum í stað. Eitt minni lágtrýst í útsynning úr Føroyum fer eystureftir og grynnist spakuliga. Tað fer væntandi um Føroyar í nátt. Í dag: Síðani tekur eitt nýtt lágtrýst seg upp við Eystur-Grønland og tað fer eystureftir norðafyri Føroyar. Tað næsta lágtrýstið fer væntandi sunnanfyri Føroyar, so køld luft kemur hendavegin norðaneftir. Nýggir motorpassarar Fríggjadagin fingu 12 motorpassarar prógv í Tekniska Skúla í Klaksvík. Vilhjálmur Gregoriussen, undirvísingarleiðari, frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum handaði prógvini. Fyrsta virðisløn varð latin av Norðoya Sparikassa til Róin Hansen og aðru virðisløn lat Føroya Reiðarafelag. Hana fekk Magnus Magnussen. Tað eru nú sjey ár síðan motorpassaraskeið hevur verið hildið. Hetta skeiðið, sum byrjaði fyri hálvum ári síðan, hevur verið eitt samstarv ímillum Tekniska Skúla í Klaksvík og Maskinmeistarskúlan. Av tí at fyrispurningarnir eru nógvir og tørført er at manna føroysk fiskiskip við maskinfólki, varð avgjørt at taka motorpassara útbúgvingina uppaftur. Ein motorpassari hevur rættindi at ansa motori upp til 1000 hk. Eftir ætlan verður farið undir næsta skeiðið í august í ár. Fríggjadagur 30. januar 1998 jan muller jan@sosialurin.fo Í hondum løgmans Marknamálið, sum er vorðið læst fast, tykist í løtuni at liggja í hondunum á Edmund Joensen, løgmanni. Okkurt bendir á, at bretar fara ikki at koma við nøkrum nýggjum útspæli, nú føroyingar møttu á seinasta fundinum uttan nakað nýtt útspæl. Bretum dáma væl úttalilsini hjá danska forsætisráðharranum um, at hann fegin vil fara við til London, um løgmaður ynskir eitt politiskt umfar. Spurningurin er tí, hvat løgmaður hevur í kvittanum. Ein av møguleikunum er at bíða við at taka nakra avgerð til eftir komandi val. Tað sær nú ikki mætari út enn, at skal gongd koma á aftur marknamálið millum Føroyar og Bretland, so má ein triði partur uppí. Við hesum verður ikki í fyrstu atløgu hugsað um dómstólin í Haag men um eina politiska viðgerð av málinum. Og her kunnu orðini hjá danska forsætisráðharranum Poul Nyrup Rasmussen undir vitjan hansara í Føroyum herfyri verða eitt møguligt tekin um, at málið er um at verða búgvið til, at tann politiski parturin tekur sær av tí. Undir vitjan síni í Føroyum herfyri segði forsætisráðharrin seg fúsan at fara til London at hitta Blair um tað skuldi vera - fyri at fáa eina ella aðra loysn í marknatrætuni, sum nú hevur vart í meira enn 20 ár. Men danski forsætisráðharrin legði dent á, at hetta vildi hann bert gera, um hann fekk boð um tað frá føroyskum myndugleikum og tað vil siga løgmanni. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá løgmanni til hetta málið og Árni Olafsson, sum stendur á odda fyri føroysku samráðingarnevndini, vil lítið og einki siga. Hann vísir bert á, at eingin fundur hevur verið og eingin er avtalaður. Samráðingarnar eru formelt ikki slitnaðar, men tað sær ikki út til, at nakar av pørtunum fer at taka stig til at fáa ein nýggjan fund. Fundir í juli og september Gongdin í málinum var annars tann, at eftir ein steðg í meira enn eitt ár tóku bretar seg loksins í juli í fjør saman og bóðu um fund. Sosialurin hevur skilt, at bretar á hesum fundinum komu við einum nýggjum útspæli, har teir linkaðu um krøvini, og fyri fyrstu ferð vildu teir tosa um eina ella aðra miðlinju sum mark. Fundur varð so avtalaður aftur í september. Tá lá tað í luftini, at føroyingar skuldu koma við einum ella øðrum, nú bretar vóru komin við sínum útspæli í juli. Tað skal tó gerast vart við, at tá høvdu føroyingar bíðað í eitt ár eftir einum útspæli frá bretum. Eftir innanhýsis fundir í Føroyum, har fleiri møguleikar vórðu viðgjørdir, frá tí at flyta seg evarska lítið til einki sum helst at leggja fram, varð gjørt av, helst av løgmanni sjálvum, at føroyska samráðingarnevndin einki útspæl skuldi hava við sær á fundin. Endamálið var at vísa ónøgdina mótvegis bretum: føroyingar kundu ikki góðtaka seinasta útspæl teirra, tí hetta var ikki nóg gott - og harvið settu føroyingar einki nýtt uppskot fram á fundinum í september. Firtnir bretar Sosialurin hevur frá keldum fingið at vitað, at bretar gjørdust sera firtnir inn á nýggja samráðingarhátt føroyinga og fóru av aftur fundinum sera ónøgdir. Teir hava helst mett, at føroyingar bóru seg løgið fyri ikki at siga óhøviskt at. Avtalað varð, at formenninir skuldu hava samband hvør við annan, um nakað varð at tosað um. Og eftir øllum at døma hevur einki verið at tosað um síðani, og útlit eru heldur ikki til, at nakar av pørtunum fer at taka málið upp aftur í bræði. Løgmaður hevur úttalað til Sosialin, at hann helt tað vera rímuligt at bíða eftir, hvat bretar høvdu at siga, aftaná tað hálva árið, sum teir sjálvir skutu upp skuldi ganga, til ein ella onnur avkláring varð gjørd. Tað hálva árið gekk út hálvan januar - og eingi tekin eru til, at bretar fara at koma við nøkrum. Fegnir um orð Nyrups Vit hava biðið ein av oddamonnunum í bretsku samráðingarnevndini, Anthony Layden, sum í dag er ein av næstu monnum uttanríkisráðharrans, um eina viðmerking til úttalilsini hjá Nyrup og gongdina í málinum annars. Hann er fáorðaður, tí samráðingarnir eru í trúnaði, men váttar kortini, at bretar hava lagt sær í geyma orðini hjá danska forsætisráðharranum, tá hann vitjaði í Føroyum. -Vit hava við stórum áhuga fylgt við í tí, sum Poul Nyrup Rasmussen segði um marknamálið - at hann hevur einki ímóti at leggja leiðina til London fyri at fáa gongd á aftur. Vit síggja fram til, at danska stjórnin og avgjørt eisini føroyska landsstýrið taka okkurt stig, sum vit so aftur fegnir vilja svara aftur uppá sigur Anthony Layden við Sosialin. Keldur, sum blaðið hevur tosað við, siga, at soleiðis sum støðan er vorðin, er neyvan vantandi, at bretar fara at koma við einum útspæli. Og kunnu orð Laydens helst eisini tulkast so. Og er tað so, at løgmaður hevur sett sær fyri ikki at geva seg ein tumma aftrat, og tí heldur ikki vil koma við nøkrum nýggjum útspæli, líka mikið hvussu lítið tað enn er, so bendir nógv á, at støðan er læst føst. Tað kann vera, at løgmaður sigur sum so, at tá bretar nú hava toygt seg so langt í 1. umfari við at krevja rættin heilt inn at klettinum, so hava teir eisini gjørt sær sjálvum trupult at taka hondina nóg langt aftur. Hetta er tí teirra trupulleiki og ikki okkara. Politiskt umfar Eru samráðingarnar á embætismannstigi við at verða úttømdar, so er spurningurin nær og hvør skal taka stig til at fáa málið upp til eina politiska viðgerð. Vit ella bretar! Sum støðan sær út í løtuni er tað helst eisini løgmaður, ið hevur síðsta orðið at skula hava sagt frá føroyskari og danskari síðu.Og tá bretar tykjast at bíða eftir okkum, so er tað upp til okkara, nær og um ein politisk runda skal takast nú. Hyggja vit so eftir leikluti løgmans í hesum máli, so er tað at siga, at Edmund Joensen fekk málið latið upp í hendurnar frá undanfarna løgmanni fyri skjótt fýra árum síðani. Nú hevur hann so havt fýra ár til at loysa knútin, og tá hetta ikki er eydnast honum við vanligum samráðingum, so er greitt, at hann verður noyddur til at taka onkra avgerð, hvussu víðari skal farast fram, og her skuldi ein trúð, at tað var mest náttúrligt at tikið málið upp á politiskum støði. Tað kann eisini vera, at løgmaður velur at bíða sum longst og ikki fyritaka sær nakað hasarderað fyri komandi løgtingsval. Hann kann jú siga, at nú eitt val er í hondum, vil hann ikki fyritaka sær meira men heldur lata tað vera upp til eitt komandi løgting at gera av. Tað er neyvan hugsandi, at Edmund Joensen vil hava sitandi á sær fyri eftirtíðina, at hann skundaði sær ov nógv at fáa eina loysn, sum ikki var tann besta fyri Føroyar. So leikirnir eru nógvir í hesum drúgva talvi. Nú hevur verið samráðst uppá vanliga mátan síðani 1991, og tað hevur ikki ført til nakað úrslit. Skaðin við at fara frá tí kósini tykist tí avmarkaður. Spurningurin er so, um tað er hetta, sum løgmaður ætlar. Eitt tykist tó heilt greitt, og tað er, at málið er í hondunum á løgmanni. Útbjóðingin og markið Meðan bíðað verður eftir, hvat skal henda í samráðingunum, verður arbeitt við at fyrireika eitt 1. útbjóðingarumfar á føroyskum øki. Sosialurin skilur, at tað frá føroyskari síðu verður kannað, hvussu ein ella onnur útbjóðing kann skipast, uttan at hon skal ávirka samráðingarnar tvs. hvørt tað er ráðiligt og í hvønn mun tað er ráðiligt at bjóða út í eini støðu, har markið ikki er avklárað. Av tí at avleiðingar av eini ávísari útbjóðing kunnu skaða okkara støðu í marknamálinum, um tað endar í Haag, er greitt, at menn vilja hugsa seg væl um. Um somu tíð, sum tað hendir, verður bíðað í stórum spenningi eftir, nær tann 1. útbjóðingin verður kunngjørd. Henda óvissa og tann sannroynd, at oljuprísurin er farin niður í bont, kann verða óheppið fyri eina føroyska útbjóðing. Sosialurin hevur roynt at "grava" eitt sindur í hesum málinum og hava vit við tilfari av ymsum slag og við keldum sett upp nakrar møguleikar. Vit kunnu sjálvandi bíða at bjóða nakað út, til markið er endaliga ásett. Tað var møguliga hetta løgmaður hevði í huganum, tá hann á tingsins røðarapalli segði, at markið hevur hægri prioritet enn ein útbjóðing, og tá hann síðani tók Árna Olafsson úr Oljuráðleggingarnevndini og gav honum boð um at brúka alla sína orku uppá markið. Avleiðingarnar av hesum kunnu verða, at eingin líkinda útbjóðing verður fyrr enn um nøkur ár. Tá kann vera, at nógv av oljufeløgunum hava mist áhugan fyri Føroyum. Eisini kann vera, at vit tá hava vunnið eina sak í Haag og harvið hava eitt nógv betri útgangsstøði. Men møguleikin er eisini fyri tí øvugta. Vit kunnu so eisini velja at bjóða út øki, sum ikki eru umstrídd. Tað kann verða, at fleiri oljufeløg fara at vera áhugað, men sannlíkt er helst eisini, at nøkur halda, at hesi økini ikki eru nóg áhugaverd. Møguleiki er so eisini at bjóða øki út, sum í samráðingunum eru umstrídd, tvs. øki, sum bretar hava gjørt krav uppá men tó ikki alment. Her er tann stóri spurningurin: bjóða vit slík øki út og bretar tá fara at gera síni krøv alment galdandi, verða vit so ikki noydd til at taka útbjóðingina aftur, tí tað stríðir móti fólkarættinum at bjóða út øki, sum vissa er um eru umstrídd! Endamálið við eini útbjóðing er at fáa eina leiting í gongd, og vísir tað seg, at økini, sum boðin eru út, eru umstrídd, so fara oljufeløgini neyvan at gera stórar íløgur har. Tey vilja helst sleppa undan at arbeiða í økjum, sum eru umstrídd. Hetta er sostatt eisini ein jokari í øllum hesum torføra og margháttliga spæli. Ein møguleiki er so eisini, at báðir partar gera eina sínamillum avtalu, har loyvt verður at bjóða út við verandi miðlinju/fiskimarki, sum mark og so lata ein dómstól taka endaliga avgerðina seinni - og tá laga seg eftir henni. Hetta er helst ein støða, sum føroyingar høvdu kunnað góðtikið, men neyvan nakað, sum bretar høvdu viljað gingið inn fyri, nú teir als ikki vilja góðtaka verandi fiskimark og miðlinju sum undirgrundarmark. Men tað hevði so gjørt, at báðir partar høvdu kunnað bjóðað út øki til oljuleiting báðumegin núverandi fiskimark/miðlinju. Tvs. at alt tað Hvíta økið hevði kunnað verða boðið út. Hvat tú enn gert í eini einvísari útbjóðing, so kann hon verða tað skumpið, sum skal til fyri at broyta javnvágina so mikið, at hin parturin rætt og slætt leggur fútaforboð, ið er tað sama sum at fara til Haag við málinum. Ein kann við hesum í huga siga, at bretar í veruleikanum hava buktina og báðar endar í øllum málinum. Tað er so eisini lættari at definera juridiskt, hvar markið gongur fyri føroysku krøvunum enn fyri teimum bretsku. Skuldi tað hent, at ein útbjóðing verður útsett ella seinkað, so er greitt, at hetta fer neyvan at gera, at oljufeløgini missa áhugan fyri føroyska økinum, hóast tað møguliga er ein broyting í ætlanum teirra. Oljufeløg, sum eru von at arbeiða í ymiskum londum, vita, hvussu ytru politisku karmarnir kunnu broytast, og hetta hava tey uttan iva forstáilsi fyri, ikki minst tá hugsað verður um, at ein útbjóðing verður ikki útsett vegna vánaligt arbeiði frá føroyskari síðu men av uttanífrá komandi orsøkum. (Sosialurin fer í eini grein í komandi blað at hava samrøðu við norska professara í havrætti, har hann kemur við sínum metingum um marknatrætuna) Áki Bertholdsen Vágbingar keypa nú uppboðssøluna Vágbingar hava lagt nógv á seg fyri at fáa uppboðssøluna í Vági. Nú keypa teir so húsið frá Fiskavirking. Uppboðssølan er ikki ein deild av Fiskamarknaðinum sum so , men Fiskamarknaðurin selur fiskin á uppboðssøluni í Vági og avroknar. Ætlanirnar hjá Vágbingum at keypa húsið, sum gólvuppboðssølan er í, eru nú komnar undir land. Talan er um húsið, sum fyrsta flakavirkið í bygdini, Suðurfisk, var í. Fiskavirking eigur húsið, men vágbingar og Fiskavirking eru blivin samd um ein keypsprís og fíggingin er fingin til vega. Vágbingar fáa húsið fyri 500.000 krónur. Vágbingar hava leingi verið úti eftir húsinum, men tað hevur miseydnast hvørja ferð. Men nú Fiskavirking, og vágbingar eru samdir um prís, er eitt felag stovnað, sum skal eiga húsið. Tað eru øll tey stóru feløgini í Vági, sum hava sett pengar í húsið. Talan er um arbeiðsmannafelagið og arbeiðskvinnufelagið, handverkarafelagið og meistarafelagið, útróðrarfelagið, umframt stuðulsgrunnurin til vinnulig endamál í syðru helvt í Suðuroy. Ein av nevndarlimunum, Bjarni Vestergaard, dylir ikki fyri, at endamálið við keypinum er at tryggja uppboðssøluna so væl sum gjørligt. Men eisini í aðrar mátar er stórur áhugi fyri at fáa fatur á húsinum, tí tað stendur væl fyri mitt á keiiini, og kann brúkast til ymisk endamál. Húsið er einar 400 fermetrar í tveimum hæddum, umframt at ein bygningur er afturat Tá ið uppboðssølan var uppá tal, løgdu Vágbingar nógv á seg fyri at fáa eina í Vági og áður hava teir brúkt upp ímóti 500.000 krónur at gera hetta húsið tað klárt til uppboðssølu. Sostatt stendur húsið vágbingum í einari millión nú teir fáa tað í egnar hendur aftur. Men helst verður neyðugt einaferð at klæða tað og at gera aðrar ábøtur. Ætlanin var, at húsið skuldi eita Suðurfisk, men tað bar ikki til. Tí hóast flakavirkið Suðurfisk fór á heysin fyri einum 20 árum síðani, er búgvið ikki avgreitt enn. Alstóran týdning Bjarni Vestergaard sigur, at uppboðssølan hevur alstóran týdning fyri fiskivinnuna í Vági. Fyri útróðrarbátarnar er ongin ivi um, at hon hevur øgiligan týdning. Bjarni Vestergaard sigur, at tað er mest útróðrarbátarnir, sum selja um uppboðssøluna, men eisini onkrir størri bátar. ­ Var uppboðssølan ikki, høvdu vit ikki fingið nær og næmind tann prís, vit fáa nú. ­ Tey smáu virkini, sum eru í Vági keypa mest ávís fiskasløg, og tí hevði verið trupult at sloppið av við fiskin, var uppboðssølan ikki. Bjarni Vestergaard sigur, at miðalprísurin rullar um 10 krónurfyri kilo, og so høgur hevur avreiðingarprísurin ongantíð verið fyrr. Annars eru tað mest virki í Vági, sum keypa á uppboðssøluni. Men tað fer eisini nógvur fiskur av bygdini. SJAKALURIN Amerikanararnir hava hjálp russisku løgregluni móti mafiuni. Nú vil mafian hevna seg. Til tað endamálið leiga teir ein mann við ongum navni, ongari fortíð, men sum sigst vera fyrilitaleysur at gjøgnumføra sníkisálop síni. Ein maður, sum bara verður nevndur Sjakalurin FBI veit illa nokk, hvør ið er málið hjá Sjakalinum, ella nær álopið verður Og teir vita als ikki, hvør hann er. Tí troyta teir síðstu loysnina og gera eina avtalu við ein av fongslaðu IRA-terroristunum, Declan Mulqueen. Hann veit, hvussu Sjakalurin sær út. Hann og Sjakaluri hava eisini eina felags fortíð. Meðan leigudrápsmaðurin, sum við síni ísandi kynismu verður leiktur av Bruce Willis, fyrireikar álopið og spinnur eitt net av følskum samleikum og loyniligum sníkisvegum, arbeiðir FBI og Mulqueen desperat upp á at koma á slóðina hjá leigudrápsmanninum. Men tá teir nærkast rættuliga, síggja teir, at teir eisini sjálvir kunnu koma í skotlinjuna hjá Sjakalinum. Richard Gere hevur leiklutin sum Mulqueen, meðan Sidney Poitier spælir leiðarin hjá FBI av aktiónini. Michael Caton-Jones (>>Rob Roy<<) hevur instruerað filmin, sum er grundaður á klassiska trillaran hjá Fred Zinnemanns frá 1973. Filmurin hevur frumframførslu í Havnar Bio 30. januar Turið Sigurðardóttir ...Okkur ið eingin enn hevur sagt >>Gátusørt<< - eitt nýggjyrði sum vísir ta hepnu hondina á Carl Jóhan - er Tímar og rek ikki. Men, mítt barn, um blómur tú vilt vinna eingin eigur, mást tú klúgva huga tíns brøttu bjargaleiðir. Karsten Hoydal Turið Sigurðardóttir Tímar og rek, sum er innstillað úr Føroyum til kappingina um Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs, er sætta yrkingasavnið eftir Carl Jóhan Jensen. Seinasta savnið undan hesum, Hvørkiskyn (1990), varð innstillað sam ár, sum tað kom út. Yrkingar eftir Carl Jóhan hava verið prentaðar í svenska bókmentatíðarritinum Café existens, og í 1995 kom út savn av yrkingum hansara á íslendskum undir heitinum Hvoruskyn í týðingum eftir Martin Tausen Gøtuskeggja, prentaðum saman við upprunaligu føroysku tekstunum. Carl Jóhan hevur skrivað tvær bøkur í óbundnum máli, ta lítlu skaldsøguna Seinnapartur (1979) og Rúm (1995). Henda seinna er ein modernistisk frásøgn, sum fevnir víða í tíð og rúmd, søgd á sjóferð millum Føroya og Evropa millum 15. juni og 5. august 1919. Í Tímum og reki møtast hevd og modernisma. Av teimum 26 yrkingunum eru umleið onnur hvør sonetta og onnur hvør í fríum órímaðum formi við skiftandi longd úr trimum reglum og upp í fýra síður. Sonettuformurin Sonettuformurin setur sín dám á Tímar og rek. Carl Jóhan hevur áður sett sonettur saman, onkur er í Hvørkiskyni, og fýra stóðu í Brá nr, 19 (1992). Sonetta, sum at kalla ikki hevur verið til á føroyskum, er ein hin virdasti yrkingarformurin í evropeiskari skaldskaparhevd. Upprunnin á Sicilia í 13. øld vann hon víðagiti í tí líki, sum italsku skaldini Dante og Petrarca góvu henni. Italska sonettan er 14 reglur, býttar sundur í 2 fýraregluørindi (kvartettir) og tvey tríregluørindi (tersettir); hvør regla hevur 11 stavilsi og endar áherðsluveikt; rímskipanin er oftast abba, abba og cdc, dcd. Í samsvari við sundurbýtingina í 2 partar, kvartettir og tersettir, er evnisviðgerðin tvíbýtt: í fyrra parti, kvartettunum, verður eitt evnið sett fram, eitt slag av baksýni; seinni partur, tersettirnar, tekur samanum, har verður evnið viðgjørt nágreiniligari og hugsanin og kenslurnar hjá skaldinum koma týðuligari fram. Seinni eru ymisk frábrigdi vaksin fram í ymsum londum og hevdum, eitt nú shakespearska sonettan, sum m. a. hevur 3 kvartettir og eitt tvíregluørindi. Men tað liggur fast, at sonettur hava 14 reglur og býtast sundur í 2 partar. Sonetturnar í Tímum og reki eru 2 kvartettir og 2 tersettir. Eitt vanligt frábrigdi uttan fyri Italia er 10 stavilsi í regluni og kallrím, t.e. at rímorðini enda við áherðslustavilsi. Tað er hetta frábrigdið av sonettuforminum, sum Carl Jóhan nýtir: Flestallar reglurnar halda seg innan fyri 9-11 stavilsi, og meirilutin av teimum hevur 10 stavilsi. Allar reglurnar hava kallrím, ein avmarking, sum í sjálvum sær útihýsir nógvum orðingarmøguleikum í føroyskum, t.d. teimum vanligastu bendu formunum av navnorðum, lýsingarorðum og sagnorðum; afturfyri gevur tað høvi til at royna aðrar møguleikar til lítar. Líkskari 1951 Byggingin í bókini er tann, at fýra sonettur, tvær fremst og tvær aftast, við felagsheitinum "líkskari 1951" ramma savnið inn. Harnæst er yvirhøvur onnur hvør yrking sonetta og onnur hvør yrking í fríum formi; hetta ger savnið regluligt og fjølbroytt í senn. "Rammusonetturnar" hava heiti og motiv sítt frá einum málningi eftir S. J. Mikines ("Líkskari 1951", sí: Bárður Jákupsson: Mikines 1990 s. 105). Umframt felags heitið tær hvør sítt nágreinandi undirheiti: "við svartari flugu", "við bláari flugu", "við gulari flugu" og "við reyðari flugu", heiti sum m.a. rógva fram undir, at talan er um fýra ymiskar upplivanir ella tolkingar av málninginum, og eisini líkjast myndatitlum og minna ikki sørt um tað lagið í impressionistiskari myndalist at mála sama motiv á morgni, kvøldi, degi og á nátt og soleiðis fáa fýra ymiskar myndir, tí ljósið, sum er grundfyritreytin, er ongantíð eins. Samsvarandi eru tær fýra rammusonnetturnar við støði í mikinesmálninginum m.a. ein sannkenning av, at møguleikarnir fyri tolking eru óendaligir. Í sambandi við tær nevndu sonetturnar er tað vert at hava í huga, at motivið er ein málningur, eitt listarverk, v.ø.o. nakað sum longu er ein tolking. Bera vit saman hesar fýra sonetturnar, so ganga somu ella skyld fyribrigdi gjøgnum tær men forskotið og við frábrigdum, tær eru umskiplanir (forskjótingar) hvør av aðrari; til dømis tvær tær fyrstu reglurnar í teimum fýra yrkingunum: við svartari flugu: og luftin var eitt segl. ein svarfør kjós, sum fylgið gongur groypt í dúkin. leyst. við bláari flugu: tí luftin er ein lind. hamskift krop. tá fylgið steðgar og alt í einum sær... við gulari flugu: er mark fyri tí sum luftin veit av tá fylgið fer um flatan. leyst. stygt. við reyðari flugu: er luftin ein legd ið fyllist av frygd tá fylgið kemur niðan. svart. leyst. Denturin liggur, ymiskt ella samstundis, á tí ítøkiliga í málninginum, t.e. sjálvum løriftinum ("groypt í dúkin", "um flatan"), á søguni sum málningurin sigur frá (t.d. "fylgið kemur niðan") ella hugmyndafrøðiliga innihaldinum (t.d."er mark fyri tí sum luftin veit av"). Fyrri partur av sonettunum (kvartettirnar) eru myndir og varhugar við støði í tí nevnda mikinesmálninginum, tíðarliga uttan fyrivarni skiftandi millum nútíð og tátíð. Tersettirnar taka upp annan tátt. Straks kemur flugan úr undiryvirskriftini fyri (ávikavist tann svarta, bláa, gula og reyða) og er órógvandi til staðar gjøgnum báðar tersettirnar. Í yrkingini "við svartari flugu" situr, flýgur, surrar hon og trokar seg inn "millum linsu og sjónvegg." Á sín hátt umboðar hon umheimin, sum altíð er onkustaðni - órógvandi - til staðar og ávirkar listina. Hon, sigst, verður eitt "bákn", ella tekin, um tíð "sum krøkist gjøgnum mót og tákn"; eg lesi "mót" í merkingini 'møti' (sbr. 'veðramót') og "tákn" sum íslendska orðið fyri 'tekin'. Hyggja vit aftur at felagsheitinum, so hevur tað eina tíðarfesting, nevniliga 1951; nevnt er fyrivarnisleysa skiftið millum tátíð og nútíð í kvartettunum. Tað ber sostatt til at benda á eina linju av tíðarásetingum gjøgnum yrkingina: fortíðin (1951) og nútíðin (tá ið hann hyggur at málninginum) umskarast í kvartettunum (blandingur av málfrøðiligari nútíð og tátíð); í tersettunum verður flugan, sum er uttanfyri men kortini í myndini, eitt samanfatandi tekin fyri tíð og tíðarmót. Í yrkingini "við bláari flugu" er flugan í tersettini sett í samband við tað sum ógildir "ta innanlygnu mynd" (lygna = spegilsblankur blettur á sjónum; yrkjarin tykist at hava gjørt lýsingarorðið 'lygnur'= slættur, kyrrur, eftir íslendskari fyrimynd), v.ø.o. ger myndina ógilda við hennara innaru logn ella friði. Í triðju og fjórðu rammusonettuni, er flugan í tersettini sett í samband við eina nøgd av fyribrigdum, frá dreymi um hond, ið "kastar upp í tómið stjørnur" - tann hevdbundna myndin av himninum -, til norrønu myndina av Heljum: "eitt gólv./ eitt loft av ormum", sum vit kenna úr Vøluspá: Sal sá hon standa sólu fjarri Nástrondu á norðr horfa dyrr: falla eitrdropar inn um ljóra, sá er undinn salr orma hryggjum. Tær fýra yrkingarnar leggja dent á ymisk merkingarløg og tolkingarmøguleikar í motivinum "Líkskari 1951"; almennari orðað liggur í hesum ásannanin av margáherðsluni (polysemi'ini) í málsligum og eisini myndlistarligum teknum, t.e. evnunum hjá teknunum at bera meira enn eina merking, alt eftir samtekstinum ella samheinginum. At júst hesar yrkingarnar ramma savnið inn ger, at hinar yrkingarnar mugu tolkast út frá tí yvirskipaða boðskapinum, sum ramman sendir út. Umframt tað, sum sagt er omanfyri um yrkingarnar, er sjálvur sonettuformurin ein partur av boðskapinum; at velja henda formin er ein viðurkenning av teirri hámentan, sum hann eigur rót sína í; tað strikar eisini undir form og formkynstur sum ómissandi lut í yrking eins væl og í aðrari list. Tær fýra rammuyrkingarnar hava tí fyrimynd sína í tí formstrangasta, sum ofta eisini verður kallað tað logiskasta, í evropeiskari skaldskaparhevd og vísa í motivi og titli til grundleggjaranum av føroyskari myndalist. Yrkingar í fríum formi Tað er ein lætti at koma frá teimum ógvuliga bundnu sonettunum til yrkingarnar í fríum formi. Serliga tað, at í sonnettunum enda allar reglur við áherðslustavilsi, gevur - umframt tær málsligu avmarkingarnar - eina tunga, avhøgda rútmu. Eisini sjálv skriftmyndin av sonnettunum er merkt av hesum við næstan beinari høgrumargu. Hetta er alt øðrvísi í hinum yrkingunum, sum hava skiftandi rútmu. Av yrkingunum í fríum formi er tann longsta "eind". Reglurnar eru ójavnar, tær flestu stuttar, ja, summar bara eitt lítið einkisligt orð sum "til", "og" ella "bert". Hetta eru hugleiðingar um hugtakið "eind", sbr. yvirskriftina, og trý boð ella møguleikar eru settir upp; teir tríggir partarnir eru býttir sundur við orðinum "ella", sum stendur einsamalt millum fyrsta og annan part og annan og triðja part. Byrjan og endi ramma yrkingina inn við at næstfyrsta regla í yrkingini, staðsetingin "á hálvfarnum vegi", er uppafturtikin í síðsta parti og kvøldmyndin við mánanum somuleiðis. Yrkingin byrjar sum ein keipumynd av tí friðsælu "Einki er sum summarkvøld við strendur" eftir Chr. Matras: einki er sum kreppukvøld við strendur Slík avlagandi eftirgerð av viðurkendari yrking má skiljast sum atfinning móti teirri skaldskaparhevd, sum henda yrking hoyrir til. Carl Jóhan hevur eisini meira enn eina ferð avsagt ikki bara Chr. Matras men nýføroyskan skaldskap. Í fyrsta parti spyr yrkjara-eg'ið staddur "á hálvfarnum vegi", órógvaður av mána-eyganum eitt "kreppukvøld við strendur", hvørt tann eindin, sum hann tykist at uppliva, er ... eindin ið lyftist sum andalætt grót og sang gjøgnum rúmdirnar alt er sum heima. er alt. ið er. - seinasta reglan er uppafturtikin nakrar ferðir í 1. og 2. parti í frábrigdinum "alt er. ið er." - Fyrsti partur av yrkingini heldur fram at nevna og dýpa ymiskt, sum fær yrkjara-eg'ið at uppliva "eind", eitt nú "fjøltrygd og teldi" umframt trúarligur varhugi ("festir á notulegg"). Í øðrum parti er boðið "eindin í oyggjunum" - og her fylgir lýsing ella hugleiðing um kreppuna hjá eg'num - og hjá Føroyum. Við umskriving úr skjaldrinum "Kall og Svein ungi" er bjargalínan, tað sum heldur uppi, her ein flatlendskur DNA-smílskur hosnatráður og sjálvur eg á endanum Síðan er í sterkum myndum lýst "eindin í havinum", sameiningin millum lagnuna hjá havinum og samfelagnum øðrumegin og búskaparligar og lógarligar atgerðir hinumegin - víst gjøgnum málsligar atgerðir í yrkingini, m.a. metaforisku møguleikarnar í orðum sum "skrædl", "ugga-": veðhald fyri genum sum evnast til blóð miðvíst og táknir: útkomu við lóg um skrædl og uggaleyst viðbragd Tað er ein óunnilig eind, sum talan er um. Við tí í huga er tað skiljandi, at triðja og síðsta hugleiðingin er áheitanin um nakað annað: sigl óeind sigl fram úr myrkri. - her finna vit heldur ikki tað endurtikna "alt er. ið er." úr 1. og 2. parti, her verður biðið um nakað nýtt. - Við teirri tilsipingini, sum hesar reglur gera til eina aðra, ikki minni kenda, yrking eftir Chr. Matras, nevniliga "Sigl, oyggj, fram úr mjørka", er tað tøkt at tolka "óeind" sum eitt nevni fyri tær Føroyar, sum yrkjarin ynskir sær - í ljósinum frá teimum óheilagu samgongum, "eindum", sum yrkingin hevur lýst í 1. og 2. parti. 3. partur, niðurstøðan, vísir fram eftir til tað ókomna og líkist í tí einari aðrari yrking, sum eitur "málhvarv" og endar soleiðis: ... kýpist málið mánavegin um okkurt ið eingin enn hevur sagt. Innanmáls og uttan Tvinnanda ger yrkingarnar torlisnar: annað er orðatilfarið við sínari blanding av sjáldsomum gomlum og nýgjørdum føroyskum orðum og orðasamansteingum, og tey íslendsku orðini. Hitt, sum hevur samband við tað høvuðsrákið í modernistiskari yrking at skíggja ta skilligu, stigskipaðu og eintýddu merkingina, hevur meira at siga; tað er, hvussu orðini eru skipað sínámillum; orða- og setningaskipanin fylgir nevniliga ikki normalmálsligum reglum um orsøk og fylgju, yvir- og undirskipað; eitt annað eru tey óvanligu deixis-viðurskiftini: fornøvn verða nýtt, uttan at tað kemur fram, hvat tey standa fyri; skift verður uttan fyrivarni millum nútíð og tátíð. Hesi eyðkennini í málburðinum eru sambærilig við upplivaningarformarnar í tí ótilvitaða sálarlívinum, eitt nú í dreymi, har fortíð og nútíð eru sama tilverustig og eitt annað skilvísi ræður enn vøkuskilvísið. Málið er enn sum fyrr tema hjá Carl Jóhan; tað er tað bæði gjøgnum tann serstaka málburðin og við beinleiðis umrøðu av tí. Ein nýggjur áhugi er her fyri tí ikki-málsliga veruleikanum, tí sum "hevur einki navn enn". Í savninum er telduheimurin ein grundtreyt, sum tilveran verður livað ígjøgnum, eins og náttúran í romantikkinum var støðið undir heimsfatanini. Fyribrigdi í telduheiminum verða lýst við fyribrigdum úr náttúruni: tíðindi sirma inn á netið, sum skrædnar. Her er tað eins og í romantikkinum náttúran, sum er tað kenda og verður nýtt til at lýsa lívið við telduna og á alnetinum. Í øðrum førum er tað øvugt: myndir úr telduheiminum verða nýttar til at lýsa tað ókenda - menniskjað: tú ert samgildið, sum ger meg og teldubant nervar á óvirkin minni ("samrøða millum sál og likam") Við teldu- og fjølmiðlaorðunum - forrit, skíggi, teld o.o - tekur savnið upp nakað av tí mest aktuella orðatilfarinum í málinum, og hesi orðini eru væl at merkja ikki sjálvgjørd men úr veruleikanum uttan fyri yrkingarnar. Hetta veruleikasambandið er ein styrki í savninum. Telduorðini fáa eyðvitað eykamerkingar í tí nýggja høpinum. Daglig orð sum minni, sum hava fingið sítt pláss í telduheiminum, eru eisini virkin í yrkingunum. Samansetingar sum gloymiteld, minnisvídd, tekstógildi og teldurek eru partur av handfaringini hjá yrkjaranum av nútíðarveruleikanum. teldurek á heysti eg lesi tey úr tíðindum norðlýsið ið svívur aftur inn á skíggjan eg lesi tey úr tíðindum kjósina ið stoytist sum verøldir í minnið. netið ið skrædnar av forvitni um einki eg lesi tey úr tíðindum ið sirma gjøgnum nálir og skriva lágt í samskifti um mynsturkensl sum hvarv. eg lesi tey úr tíðindum sum tekstógildið forritar og rekir inn í gloppið áðrenn tíðin bindur ringin og stevið javnast út. eg lesi tey úr tíðindum sum leyvið bóru frá. Tá yrkjarin - sum kann tykjast halgibrot - brúkar eina tragiska mynd eftir Mikines í "flugufrábrigdum" sínum, ella hann yrkir um "avboðanardag Mariu", so er tað liður í roynd hansara at avbyggja (dekonstruera) og loysa sundur vanabundna (konventionella) tolking av mýtum, hugsjónum og hugmyndum, sum eru avgerandi táttur í samleika og mentan okkara. Tað er annars merkisvert, at fleiri grundleggjandi myndir og mýtur um tað kvinnuliga verða umtolkaðar; umframt Mariu eisini Eva, Gunnløð - og "halgikvendi í helviti". Eins og hann í málviðferðini tambar og slítur ta hevdbundnu málskipanina, so ógildir hann í evnisviðgerðini ta hevdbundnu hugmyndaskipanina. Hann tekur sær støði í mentanararvinum - men liðar allar tolkingar av honum sundur. Eftir stendur avbjóðingin til lesaran, eitt landslag av gátuløddum myndum. E.S.: Í teksti sum hesum er tað serliga tvørligt at misprentingar koma fyri, sum tað at strá er stavað "stráð". Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Nýggja málnevndin farin til arbeiðis Nývalda málnevndin vónar at fáa gott samstarv við fjølmiðlar, stovnar og einstaklingar. Nevndin er vald at sita fram til oktober í 2001 Nýggja málnevndin er nú farin til arbeiðis. Nevndin, sum vald er fyri valskeiðið, sum endar 1. oktober í 2001, er mannað soleiðis: Jógvan í Lon Jacobsen, formaður. Hann umboðar Føroyamálsdeildina. Jeffrei Henriksen umboðar Móðurmálslærarafelagið. Annfinnur í Skála umboðar Rithøvundafelag Føroya, Randi Jacobsen umboðar Føroya Blaðmannafelag. Katrin Næs Simonsen umboðar Undirvísingar- og mentamálastýrið. Einasti av gomlu limunum, ið eftir er í nevndini, er Jeffrei Henriksen, sum hevur sitið í nevndini síðani hon varð stovnað í 1985. Jógvan í Lon Jacobsen er útbúgvin í norrønari málfrøði. Hann starvast á Føroyamálsdeildini og undirvísir á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum. Jeffrei Henriksen er fyrrverandi lærari á Føroya Læraraskúla. Annfinnur í Skála er lærari í søgu og enskum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum. Randi Jacobsen er blaðkvinna á Sosialinum, men fer í næstu viku í starv á Dimmalætting. Katrin Næs Simonsen er lærari á Eysturoyr Studentaskúla og HF-skeiði og arbeiðir eisini í Undirvísingar- og mentamálastýrinum sum lærugreinaráðgevi í føroyskum fyri miðnámsskúlarnar. Skrivarin, Elin Súsanna Jacobsen, er ph.doktari í søgu. Føroyska málnevndin hevur sína egnu skrivstovu, sum er á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbsgøtu 16. Tann, ið vil hava fatur á málnevndini kann ringja tel 12397 ella faksa á nummar 18448. Til ber eisini at senda nevndini teldupost, og er adressan: elinsj@fmd.fo Skrivarin hjá nevndini situr á Málstovuni og tekur ímóti málsligum spurningum, og hon veitir eisini ráð og vegleiðing í málsligum ivamálum. Tað er ikki altíð, at svar verður givið alt fyri eitt, stundum krevur spurningurin ávíst kanningararbeiði, áðrenn spyrjarin kann fáa svar, verður sagt fra Málnevndini, sum letur heilsa, at hon vónar at fáa eitt gott samskifti við fjølmiðlar, stovnar og einstaklingar í framtíðini. Áki Bertholdsen Bíligast at búgva við Gjógv og dýrast at búgva í Elduvík Tað ber til at spara nógvar pengar við at flyta úr Elduvík til Lorvíkar Gjógv er besta skattaparadís í Føroyum. Hinvegin verður tú ongastaðni píndur so illa í skatti, sum í Elduvík. Ein yvirlit, sum Toll og Skattstovan hevur gjørt yvir kommunuskattin í øllum teimum 49 kommununum í Føroyum, vísir, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu nógv tey betala í skatti í teimum ymsu kommununum. Á einum greiðum fyrstaplássið liggur Gjógv. Gjáarfólk betala ikki meiri enn 16% í kommunuskatti og tað er tað lægsta, tað kann verða. Hinvegin er barnafrádrátturin við Gjógv eisini tann hægsti í landinum við tað at gjáarfólk sleppa at draga 5.000 krónur frá fyri hvørt barnið. Tann lági skatturin, og tann høgi barnafrádrátturin, ger, at Gjógv er so nógv tann bíligasta kommunan í Føroyum at búgva í. Men teimum á baki koma svínoyingar. Svínoyingar betala eisini 16% í kommunuskatti, men har er barnafrádrátturin 4.200 krónur, áttahundrað krónur minni enn við Gjógv. Og beint í hølunum á svínoyingum koma Fámjiningar. Har betala tey somuleiðis 16% í kommunuskatti, men har er barnafrádrátturin 4.000 krónur, tað er 1.000 krónur minni enn við Gjógv. Nógv dýrast í Elduvík Fara vit so í hin endan á talvuni, sæst, at Elduvík er so nógv tann dýrasta kommunan at búgva í. Har er skattaprosentið tað hægsta, tað kann verða, nevniliga 23%. Og har er barnafrádrátturin bara 1.500 krónur. Men tað eru eisini aðrar kommunur, har tað er dýrt at liva. Miðvingar betala eisini 23% í skatti, men har hava teir eisini 0,25% í kirkjuskatti. Har er barnafrádrátturin tó 2.000 krónur. Næsta sama skilið er í Vestmanna, har skatturin er 23%, barnafrádrátturin 2.000 krónur og kirkjuskatturin 0,21%. Av øðrum dýrum kommunum kunnu nevnast Skopun, Sandur, Og tær tríggjar kommunurnar í Suðuroy, Tvøroyri, Porkeri og Vágur. Í blaðnum prenta vit yvirlitið yvir skattaprosentið í øllum kommununum í ár, við barnafrádráttinum og kirkjuskattinum, alt samanborið við í fjør. Tiltøk Møtir, fundir o.a. Meinigheitshúsið í Havn Missiónsvikan '98 heldur fram í kvøld kl. 20, har Niels J. Nielsen talar og Manskórið syngur. Leygardagin talar Niels J. Nielsen. Meinigheitskórið syngur. Samkoman Immanuel Í kvøld kl. 21: Ungdómsfundur. 12 ár og eldri eru vælkomin. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli. Biðið verður fyri sjúkum. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin, Tórshavn Í kvøld kl. 20: Ungdómsklub. Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti v/ Palle Petersen. Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bøn. Sunnukvøldið kl. 18: Møti v/ Palle Petersen. Ebenezer Sunnudagin kl. 12: Sunnu-dagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøldið kl. 21: Útimøti. Mánakvøldið kl. 20: Bønarmøti. Mikukvøldið kl. 20: Uppbyggingarmøti. Hóskvøldið kl. 20.30: Ungdómsmøti. Hoyvíkar skúli Sunnudag kl. 14.00: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18.00: Møti við Tórbjørn & Co. Oasan Bønarmøti verður mánakvøldið kl. 20.00, lovsangs- og bønarmøti. Øll eru vælkomin. KFUM & KFUK Fríggjakvøldið 30. jan verður opið hús í KFUM. Børn undir 13 ár kl. 19-21. Ung yvir 13 ár kl. 19-01. Eldrasamkoma verður mánadagin kl. 15 í KFUK v/ Suna Joensen. Evni: Frásagnir. 4. grein (eldri KFUK skótar) koma saman í KFUK mánakvøldið kl. 19.30. Øll eru vælkomin til okkara tiltøk og fundir. Frá Lívsins Orð Barnamøtið leygardagin kl. 17. Møti sunnumorgunin kl. 10.30. Keldan í Skálafirði Fríggjakvøldið kl. 21: Bøn og breyðbróting. Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús v/ Helga Abrahamsen. Sunnudagin kl. 17: Møti v/ fríum vitnisburðum. Sunnudagin kl. 17: Barnamøti. Missiónshúsið á Tvøroyri Vikuskiftisfundir verða fríggja- og leygarkvøldið kl. 20 v/ Niklas Mikkelsen og Petur Jacobsen. Sunnudagin kl. 14 verður sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18 verður møti v/ Niklas Mikkelsen og Petur Jacobsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir verða í Havn í kvøld kl. 20 og kl. 22.30 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Losjan í Havn Í dag kl. 15 hittast tilkomin og eldri til hugna. Santa Jørunds Gildi, Tórshavn Gildisfundur verður mánakvøldið 2. febr. kl. 19.30. Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld.. Fríggjakvøldið 23. januar: Kafékvøld kl. 21-24. Bólkurin >>Í essinum<< v/ Heðin D. Ziska (guitar), Christian Blak (klaver) og Mikael Blak (brass). Leygardagin 24. jan.: >>Í essinum<< spælir á eini konsert í Humlebæk. Sunnudagin 1. februar: Fernisering kl. 15-17: Gundur F. Mikkelsen, 22 ár, reportagu- og listfotografur úr Vestmanna, opnar framsýning. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Krøvini til yrkisfótbóltin verða ov strong hjá nógvum feløgum Fótbóltur: FSF-formaðurin Torleif Sigurðsson sigur, at nógv feløg fara at hava ilt við at megna krøvini, sum eru sett í uppskotinum um yrkisfótbólt, sum aðalfundurin hjá FSF skal taka støðu til fyrrapartin leygardagin Formaðurin í FSF, Torleif Sigurðsson, er ómetaliga glaður um, at tað er komið so mikið langt, at føroysku fótbóltsfeløgini á aðalfundinum í morgin hava møguleika at samtykkja uppskot frá FSF, sum bera við sær, at hol er sett á føroyskan yrkisfótbólt. Tað eru sjey ár síðani, at FSF fyrstu ferð bað feløgini um heimild at fara undir fyrireikingar av hesum slagi, men tá fekk FSF at vita, at hesum vóru feløgini ikki áhugað í, og at FSF so at siga skuldi halda seg burtur frá tí, sum gekk fyri seg innanfyri bøgarðarnar hjá feløgunum. Hugburðurin hjá feløgunum er broyttur síðani tá, aðalfundurin í fjør heitti á FSF um at arbeiða við uppskotum at leggja fyri feløgini at taka støðu til, og spurningurin varð aftur viðgjørdur á fundinum, sum FSF og feløgini høvdu í november í fjør. Nú er tilfarið farið út, og tað má metast rættiliga sannlíkt, at uppskotið fer at fáa undirtøku á fundinum í morgin. Tað vónar formaðurin í FSF, og hann heldur, at um uppskotini fáa undirtøku, so eru formligu fyriskipanirnar á hædd við tað, sum menningin tey síðstu nógvu árini hevur víst, at tørvur hevur verið á. Fá fara at lúka krøvini Men hóast hetta verður viðtikið, so roknar formaðurin í FSF ikki við, at tey nógvu feløgini fara at skriva sáttmálar við spælarar: - Vit hava sett nøkur krøv til feløgini, sum ætla sær at gera avtalur við spælarar. Og við teimum royndunum og tí innlitinum, sum eg havi fingið, eftir at hava verið við í FSF í mong ár, so kann eg sláa fast, at higartil hava tað verið heilt nógv feløg, sum ikki hava megnað at livað upp til krøvini. Tá hugsi eg um, at vit krevja, at tey skulu hava aðalfund á hvørjum ári, at roknskapurin skal grannskoðast, og at tey skulu koma við einari fíggjarætlan, sum hevur hald í væntaða veruleikanum, og at nevndin hevur góðkent fíggjarætlanina. Torleif ásannar, at sjálvsagt ber tað til at ímynda sær, at fortreytirnar kunnu broytast hjá fótbóltsfeløgum, sum tær gera tað hjá einstaklingum og feløgum av øðrum slagi, men hann heldur samstundis, at FSF er farið so mikið varisliga til verka, at møguleikarnir fyri hesum eru minni, enn teir eru so nógva aðra staðni. Tíðaravmarkað Í fyrstu atløgu hevur FSF valt bara at geva loyvi til eitt ára sáttmálar. Í Danmark er tað soleiðis, at tey feløgini, sum eru best fyri fíggjarliga, hava loyvi at gera sáttmálar við spælarar, sum fevna yvir fleiri ár. Tey feløgini, sum eru verri fyri, hava tíðaravmarkaðar heimildir at gera sáttmálar, summi kunnu bara gera sáttmálar fyri eitt ár, og hjá summum er skilið so vánaligt, at DBU gevur teimum ikki loyvi at gera sáttmálar. - Tað kann vera, at royndirnar fara at vísa okkum, at vit skulu broyta karmin fyri tíðaravmarkingina, men tað fáa vit at síggja. Torleif Sigurðsson upplýsir, at FSF hevur heitt á grannskoðarafelagið INPACT um at gera eina bók-haldsskipan, sum feløgini kunnu brúka, soleiðis at tað verður lættari hjá teimum at gera roknskapin soleiðis, at FSF fær tað innlitið, sum teir vilja hava fyri at kunna taka støðu til góðkenningina. - Arbeiðið er ikki heilt liðugt enn, men vit rokna við at fáa tað frá teimum seinni í vár, sigur formað-urin. Meiri alment Torleif Sigurðsson sigur, at føroyskur fótbóltur má innstilla seg upp á, at feløgini verða meiri almenn, nú formligu viðurskiftini verða broytt. - Til dømis fer Toll- og Skattstovan uttan iva at vísa feløgunum størri áhuga, og so ræður um, at viðurskiftini eru, sum tey eiga at vera. Roknar tú við, at gráu pengarnir og teir, sum kanska eru døkkari enn tað, nú fara at hvørva úr føroyskum fótbólti? - Tað kunnu vit hava okkara áskoðanir um. Men nú stendur tað upp til feløgini, hvat fer at henda. Formligu viðurskiftini verða nú fingin upp á pláss, og eg rokni av-gjørt við, at hetta fer at hava við sær, at sum frálíður fara fíggjarviðurskiftini hjá nógvum feløgum at gerast nógv greiðari, enn tey kanska hava verið. Áhugaleikararnir Hvat feløgini skulu hava fyri yrkisspælarar, sum flyta felag í sáttmálatíðarskeiðnum, verður altíð ein spurningur, ið fer at verða avgjørdur í samráðingum Men nú vil FSF hava, at greiðar ásetingar verða gjørdar fyri, hvat skal endurrindast felag, tá áhugaleikari, ella spælari, sum ikki hevur sáttmála, flytir til annað føroyskt ella til útlendskt felag. Spurningurin var t.d. umrøddur, tá Todi Jónsson í síni tíð fór úr Føroyum og til Lyngby. KÍ fekk einki endurgjald, tí formligu viðurskiftini vóru ikki í lagi. Men nú ynskir FSF, at hetta skal fáast upp á pláss, og teir biðja um heimild til at gera neyðugar greiningar í sambandi við, hvat skal gjaldast. Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Nú verða karmarnir lagdir um føroyskan yrkisfótbólt Fótbóltur: Aðalfundurin hjá FSF skal leygardagin taka støðu til ítøkilig uppskot um sáttmálar og reglugerð fyri góðkenning av sáttmálum Eftir ætlan fáa hesir skjótt møguleikan at gerast yrkisleikarar Tað hevur leingi verið ein veruleiki, og eingin hevur fjalt út yvir, at tey seinnu árini hava pengarnar havt alt meiri at siga í føroyskum fótbólti. Millum annað hevur hugflogið verið stórt, tá feløgini hava roynt at knýta spælarar afturat sær. Ókeypis íbúðir, arbeiði og koyripengar hava verið millum mest vanligu samsýningarnar. Men fyri tað mesta hevur hetta verið av sovorðnum slagi, at tað hevur verið tosað millum lítið og einki um hetta, og í FSF høpi hava eingir reglar og ongar ásetingar verið galdandi. Men nú hevur FSF sett hol í sjógvin. Á aðalfundinum leygarmorgunin skulu feløgini taka støðu til á hvørjum grundarlagi føroyskur yrkisfótbóltur skal skipast eftir í framtíðini. Uppskotini Tað snýr seg um tvey mál til samtyktar. Í øðrum førinum biður nevndin um heimild at gera neyðugar greiningar í sambandi við gjald til felag, sum leysgevur áhugaleikara til føroyskt ella útlendskt felag. Í sama føri biður FSF um heimild at boða feløgunum frá ásetingunum í rundskrivi. Í hinum førinum er tað eitt uppskot um reglugerð fyri góðkenning av leikarasáttmálum, sum tað er orðað í skránni til aðalfundin. FSF hevur í hesum sambandi bæði sent feløgunum uppskot til reglugerð og uppskot til standard sáttmálar. Reglugerðin Fótbóltssambandið vil hava samtykt, at bindandi avtalur millum leikara og felag altíð skulu góðkennast av FSF. Ella sagt á ein annan hátt, so er ætlanin, at um sáttmálar skulu hava nakað virði, so skulu teir hava verið kring skrivarabroðið hjá FSF. Reglugerðin leggur upp til, at ein sáttmálanevnd hjá FSF skal fáa heimild at umsita og góðkenna allar sáttmálar og øll viðurskifti í hesum sambandi. Nevndin skal mannast við FSF formanninum, einum løgfrøðingi og einum løggildugum grannskoðara. Feløgini hava skyldu at senda sáttmálan til góðkenningar í seinasta lagið sjey dagar, eftir at hann er undirskrivaður. Um nevndin ikki góðkennur sáttmálan, skulu bæði felag og spælari fáa skrivlig boð um hetta. Sáttmálar kunnu bara gerast av feløgum, sum hava latið FSF revideraðan roknskap fyri farna roknskaparár, sum eisini er góðkendur á ársaðalfundi í felagnum. Eisini skal nevndin í felagnum vátta yvirfyri sáttmálanevndini, at felagið hevur fíggjarliga orku at uppfylla sínar skyldur sambært sáttmálan. Hetta ætlast gjørt við at víst verður til seinasta ársroknskap ella til eina av nevnd felagsins góðkendari fíggjarætlan fyri tíðarskeiðið, sum leikarasáttmálin er galdandi. Um eitt felag gjøgnum ein annan løgfrøðisligan persón ella felagsskap ger leikarasáttmála við leikara, skulu viðurskiftini millum felag og henda løgfrøðisliga persón ella felagsskap góðkennast av sáttmálanevndini. Í slíkum førum skal sáttmálanevndin hava upplýsingar um fíggjarligu viðurskiftini hjá hesum løgfrøðisliga persóni ella felagsskapi, sum annars verður undirgivin allar ásetingar í reglugerðini. Ein slíkur sjálvstøðugur løgfrøðisligur persónur ella felagsskapur frítekur ikki á nakran hátt viðkomandi felag fyri skyldur sínar ímóti FSF í síni heild. Sáttmálin Uppskotið um sáttmála millum felag og spælara verður sambært standard sáttmálauppskotinum, sum er sent feløgunum, bara galdandi fyri eitt ár í senn. Sáttmálabundni spælarin hevur skyldu til at taka lut í øllum venjingum og venjingarlegum, sum felagið skipar fyri, men at avtalan er ikki til hindurs fyri, at spælarin átekur sær annað arbeiði, treytað av, at spælarin annars kann lúka treytirnar í avtaluni. Venjingartíðirnar skulu í størst møguligan mun leggjast uttanfyri vanliga arbeiðstíð, tvs. eftir klokkan 17.00. Um tað verður vant í vanligari arbeiðstíð, so skal spælarin hava rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Skyldurnar hjá spælaranum Í sáttmálauppskotinum stendur, at spælarin kann ikki uttan loyvi frá felagnum, sum hann er sáttmálabundin av, taka lut í innandura- ella uttandura fótbóltsdystum, har felagið ikki luttekur, uttan so at dystirnir eru fyriskipaðir av FSF. Spælarin hevur skyldu at brúka klæðir og skógvar, sum felagið letur honum, bæði í dystum og undir ferðing til og frá dystum og í samskifti við fjølmiðlarnar. Hann hevur eisini skyldu at samstarva við møguligar sponsorar hjá felagnum, og felagið hevur, uttan at spælarin kann krevja gjald fyri tað, loyvi at geva sponsorum rætt at brúka navni og mynd av spælaranum í lýsingum. Skyldurnar hjá felagnum Felagið skal gjalda allar ferða- og uppihaldsútreiðslur, sum spælarin hevur av útidystum, venjingarlegum og dystum uttanlanda. Felagið skal í størst møguligan mun veita spælaranum ókeypis læknahjálp og aðra neyðuga viðgerð í samband við møguligar skaðar, og spælarin hevur skyldu til at lata seg viðgera av tí, sum felagið vísur á. Felagið skal syrgja fyri, at allar tryggingar eru í lagi. Samsýningar Um tað ikki stríðir ímóti sponsorunum hjá felagnum, so hevur spælarin rætt til at gera persónligar lýsingaavtalur. Upphæddirnar sum fara at verða lætnar sum løn, verða sjálvsagt ymiskar fyri ymsu spælararnar, men í sáttmálauppskotinum verður møguleikin nevndur, at umframt fasta løn, so verður eyka samsýning latin fyri úrtøkuna. At skifta felag Sáttmálatíðarskeiðið verður sett at halda uppat, tá eitt fótbóltsár er lokið. Í avtaluni skal standa, nær á árinum tað skal verða loyvt spælaranum at gera nýggja avtalu við annað felag. Spælarin og felagið skulu hava loyvi til at gera avtalu um, at spælarin í sáttmálatíðarskeiðnum kann skifta og gera nýggjan sáttmála við annað felag. Felagið hevur í hesum sambandi rætt til at treyta sær, at nýggja felagið rindar gamla felagnum eina upphædd, sum í minsta lagi svarar til lønina, sum spælarin hevur fingið í sáttmálatíðarskeiðnum umframt eina upphædd, sum svarar til tær útreiðslur, sum felagið hevur havt av spælaranum í sáttmálatíðarskeiðnum til t.d. venjing og ferðing. Skuldi tað komið fyri, at spælarin í avtalutíðarskeiðnum skiftir til útlendskt felag, so kann felagið krevja samsýning frá útlendska felagnum samsvarandi FIFA og UEFA reglum. Ósemjur Skuldi tað komið fyri, at ósemja stakk seg upp millum felagið og spælaran, um hvussu sáttmálin skuldi tulkast, so skal spurningurin leggjast fyri ein gerðarrætt, har hvør parturin útnevnir sín dómara, umframt at FSF útnevnir ein formann, ið skal vera løgfrøðingur. Úrskurðurin hjá gerðarrættinum verður endaligur og bindandi fyri partarnar og kann ikki leggjast fyri dómstólarnar. Jákup Danielsen Ikki brúk fyri arbeiðsrætti, men vilja til at samráðast Sum ketta úr høvdatrogi eru løgtingsmennirnir Bjørn á Heygum og Óli Breckmann komnir til tað sannføring at best hevði verið við eini løgtingslóg um arbeiðsrætt í Føroyum. Sum ketta úr høvdatrogi eru løgtingsmennirnir Bjørn á Heygum og Óli Breckmann komnir til tað sannføring at best hevði verið við eini løgtingslóg um arbeiðsrætt í Føroyum. Sum grundgeving fyri hesum, sigst verða, at nú skulu vit hava enn eina skipan, sum skal døma partarnar á arbeiðsmarknaðinum, hvørs ein trætað, sum er endað í arbeiðsstegði, er lóglig ella ikki og haraftrat tá ósemjur ikki finna loysn, so skal hetta skapilsi av einum arbeiðsrætti koma við svarinum. Í gjøgnum alla tað føroysku fakfelagssøguna, hava vit kunna verið hendan arbeiðsrætt fyriuttan og kunnu eisini verða tað framyvir. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava nú í nógv ár havt eina gerðarættarskipan, sum hevur virkað fyrimyndarliga og sum hevur verið betrað gjøgnum árini. Betranin hevur verið, at fáa gerðarættin til at arbeiða skjótari og hevur hava partarnir gjøgnum samráðingar uttan svørðslag kunna tosa seg til rættis um hetta. Hava tað hinvegin verið mál sum ikki hóskað seg í einum gerðarætti, tá hevur Føroya Rættur tikið um endan og hendan skipanin hevur virkað væl. Fakfelagspolitikkur og tað at arbeiða fyri limir sínar er í botn og grund ikki í jura. Tað er spurningur um vilja at samráða seg fram til loysnir. Og lat okkum taka trætuna sum júst hevur verið millum Yrkisfelagið og Landsstýrið. Um vit nú síggja burturfrá hvat sjálv trætan snúi seg um, so botnaði hesin vikurlangi arbeiðsstegðurin í manglandi viljanum í at samráðast. Arbeiðsgevarin, í hesum føri Landsstðrið, hevði als ongan vilja til at samráðast og finna loysnir, sum so førdi við sær, at Yrkisfelagið kendi seg noyddan til at taka til álvarslig stig, sum øll, eisini fakfeløgini helst vilja verða fyriuttan, nevniliga at leggja arbeiðið niður, fyri síðani at noyða arbeiðsgevaran til samráðingarborðið. Og hetta er eitt skúladømi um ein óneyðugan treiskleika frá arbeiðsgevarans síðu at finna loysnir. Eg kundi nevnt eina rúgvu av líknandi dømum. Og viljin til at samráðast kann ikki blíva betri í einum arbeiðsrætti, gerðarætti ella í Føroya Rætti. Tað sum manglar er virðing og álit. Virðing frá arbeiðsgevarans síðu til at viðurkenna feløg løntakaranna til at arbeiða fyri limir sínir og álit á at gjørdar avtalur verða hildnar. Vit hava ikki brúk fyri fleiri dømandi instansum. Latið okkum halda fast við, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum sum finna útav hvussu viðurskiftini skulu loysast í samráðingum. Løgtingið skuldi heldur brúkt tíð sína upp á, at skapað grundaralag fyri at øll vinnufør kunnu koma til arbeiðis, tá hevði verið nógv vunnið. Og til endans, líkamikið um vit fáa arbeiðsrætt, so fara træturnar um arbeiðs- og sáttmálaviðurskifti at halda fram, líka til at øll viðurkenna viljan, virðingina og álitið at samráðast. Og skulu vit hugsað fíggjarliga í hesum máli, so verða partarnir á arbeiðsmarknaðinum fátækari og sakførarnir ríkari. 600 krónur dýrari at taka koyrikort í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 30. september? Sambært kunngerð nr. 42, sum Marita Petersen, landsstýriskona hevur skrivað undir 10. apríl 1992, skulu øll, sum ikki áður hava tikið koyrikort, skjalprógva fyri Bileftirlitinum, at tey hava fingið frálæru í koyring í myrkri frá góðkendum koyrilærara. Í tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. sept. kann koyriroynd fremjast og koyrikort latast uttan hesa skjalpróvførslu. Men viðkomandi skal innan 1. desember sama ár skjalprógva fyri Bileftirlitinum at hava fingið frálæru í koyring í myrkri frá góðkendum koyrilærara. Um hetta ikki verður gjørt, verður sakin latin til løgregluna til víðari avgreiðslu. Hvat løgreglan ger við hesi mál, veit eg ikki. Ein kann fáa tann keðiliga tankan, at hetta er gjørt fyir at hjálpa koyrilærarum fíggjarliga í teimum ringu árunum fyrst í 90'unum. Soleiðis sum eg havi fatað tað, so er frálæran í koyring í myrkri um, hvussu illa fólk síggjast í myrkri, at yvirhála í myrkri, um brúk av ljósum o.a. og at tað tekur umleið ein tíma. Hendan kunngerðin er ikki serliga skilagóð, tí eg vil standa fast uppá at: 100% av teimum, sum hava tikið koyrikort í tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. sept. hava koyrt fleiri tímar í myrkri og harvið funnið útav, hvussu illa fólk síggjast í myrkri o.a. At tey nú, upp til eitt ár aftaná at tey hava fingið koyrikort, skulu gjalda 600 krónur í einari frálæru, sum tey langt síðani sjálv hava fingið við at koyra í myrkri, er heilt burturvið. So mín áheitan til lóggevarnar er: Avtakið kunngerð nr. 42 beinanvegin. Finnleif Guttesen Tvøroyri Atli Dam vil ikki órógva Ríkisfelagskapurin kann ikki hlada fram uttan at hann verður endurbøttur og umskipaður, heldur Atli Dam ­ Sjálvandi havi eg mína meining. Men tað tænir ongum endamálið at órógva tað arbeiði, sum nú verður gjørt fyri at koma til semju. Beint nú vil fyrrverandi løgmaðurin, Atli Dam ikki ikki út við, hvat hann heldur, at føroyingar eiga at gera í kjalarvørrinum á bankakanningini. Hann sigur, at tað hevur stóran týdning at finna eina semju um útspælið ímóti dønum. Men skal hvør maður siga sína hugsan um, hvat vit skulu gera, áðrenn henda semjan er komin, fer tað bara at órógva arbeiðið, og tað tænir ongum endamáli, sigur Atli Dam. Býta skuldina í trý Annars hevur Atli Dam fyrr sagt, at í høvuðsheitum heldur hann, at uttanlandsskuldin skal býtast í trý. ­Eg haldi, at tann parturin av uttanlandsskuldini, vit sjálvi hava átikið okkum skal fyrst dragast frá, tí tað kunnu vit ikki krevja, at nakar annar skal betala fyri okkum. Atli Dam sigur, at talan er um góðar tvær milliardir. Men annars heldur hann, at av teirri uttanlandsskuldini, sum er eftir, skal virði av bankanum fyrst dragast frá. ­ Og tann skuldin, sum nú er eftir, skal so verða býtt ímillum Føroyar, Danmarks og Den Danske Bank. Hetta eigur at verða gjørt sum eitt endurgjald fyri bankabjarginina og fyri tort og sviða, fri tær skeivu kreppuloysnirnar í Føroyum og skaðarnar av teimum. ­ Tað haldi eg fast við. men akkurát, hvussu, eg haldi at vit skulu spæla út nú, fari eg at halda fyri meg sjálvan beint nú, fyri ikki at órógva meiri enn gott er. Má endurbøtast og umskipast Av tí sama vil hann heldur ikki siga nakað um, antin vit eiga at viðgera spurningin um endurgjald fyri seg, ella um vit eiga at taka samlaðu uttanlandsskuldina uppí. ­ Men tað er heilt greitt fyri mær at ein loysn skal finnast á tí fíggjarliga partinum. ­ Og tað er somuleiðis púra greitt fyri mær, at ríkisfelagsskapurin kann ikki halda fram uttan at hann verður endurbøttur og umskipaður. Og tað skal gerast eftir yuppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um eina sjálvstýrislóg, sigur Atli Dam at enda. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tilhaldið letur upp á grækarismessu Nevndin hevur uppskot um, hvat skal fara fram fyrsta mánaðin. Men síðani er ætlanin, at tey, sum koma har, skulu koma við hugskotum Nú verður umsíðir klárt hjá eldru havnarborgarunum at taka í nýtslu hølini í Gamla Føroya Banki í Tórsgøtu í Havn. Hetta sigur Hanna Lisberg, sum er limur í nevndini fyri Tilhaldinum í Tórsgøtu, sum húsið verður nevnt. Hon sigur, at arbeitt hevur verið uttan íhald at fingið húsini klár at flyta inn í. - Har hevur verið stoypt, smíða, málað o. s. fr. Hanna Lisberg sigur eisini, at fólk eru farin at ótolnast. - Men nú kunnu vit ugga tey við, at nevndin hevur sett sær fyri at lata upp á grækarismessu - hósdagin 12. mars. Málararnir eru lidnir, gólvini eru smurd, og innbúgv er keypt, og ein vakur køkur verður settur upp fyrsta dagin. Fyrsta mánaðin hevur nevndin eitt uppskot um hvat ið skal fara fram í húsinum. Ætlanin er so, at tey, sum koma har, skulu vera við at siga sína hugsan og koma við hugskotum. - Vit vóna, at alt er liðugt uppsett, so vit kunnu taka ímóti fólki á grækarismessu, og hetta gleða vit okkum til, sigur Hanna Lisberg. Upplatingartíðinar verða hesar: Mánadag til fríggjadag frá kl 1000 - 1500, t. v. s. fimm dagar um vikuna - Hetta er ætlanin fyrstu tíðina, men umframt hesar føstu tíðirnar verður eisini gjørligt at hava onnur tiltøk, sigur Hanna Lisberg vegna nevndina fyri Tilhaldið í Tórsgøtu. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Eina lítla sigar - uppskotið til samtyktar Týskvøldið fekk stjórnin ein >>lítla sigar<< frá Fólkatinginum. Niðanfyri er skrivaður uppskotið sum tað varð framlagt og samtykt. Uppskot til samtyktar Uppskotsstillarar: Pia Gjellerup (S), Aage Frandsen (SF), Bjørn Elmquist (RV og Frank Aaen (EL): >>Við støði í frágreiðingini frá kanningarnevndini í Føroya Banka-málinum staðfestir Fólkatingið: ­ at fyrrverandi stjórnin á heysti 1992 fastlegði ætlanir við Fíggingargrunninun frá 1992 og tí >>tvørministeriella<< Føroyabólkinum, sum legði lunnarnar undirtað komandi handfaringina av búskaparkreppuni í Føroyum, ­at tað er orsøk til kritik, at skiftandi stjórnir síðani heystið 1992, hava latið vera við, at geva føroyska landsstýrinum teir upplýsingar, sum danska stjórnin og embætismenninir fingu, herundir eisini tað seinu fráboðan um áheitanina frá Den Danske Bank, ­at hvørki tað føroyska landsstýrið ella tann danska stjórnin høvdu eitt fullfíggjað grundarlag fyri at góðkenna partaumbrævabýtið, ­at Fíggjareftirlitið hevur uppført seg soleiðis, at tað er ógreitt fyri onnur, hvønn leiklut Fíggjareftirlitið hevði í sambandi við partabrævaumbýtið, at tað vóru ymiskar uppfatanir um uppgávan var handilslig ella politisk, og at tann mátin, donsku myndugleikarnir hava handfarið málið um partabrævaumbýtið uppá, var ófullkomin og ikki nøktandi, og ­at Den Danske Bank gav Landsstýrinum upplýsingar um Føroya Banka, sum ikki vóru dekkandi fyri tað faktisku støðu bankin var í. Fólkatingið tekur til eftirtektar, at stjórnin kannar um grundarlag er fyri einari tænastumannakanning av embætismonnum. Fólkatingið heitir tí á stjórnina um í samarbeiði við Landsstýrið: ­at kanna møguleikan fyri at seta fram endurgjalddskrav mótvegis bankanum ­at arbeiða fyri einum betri samskifti millum danskar og føroyskar myndugleikar, og ­at uppafturtaka samráðingar um samlaðu skuldina, so at afturgjaldingin verður tillagað orkuni hjá føroyska búskapinum<< Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Nyrup skift taktikk Nyrup hevur broytt støðu í Føroya Banka-málinum. Tað hann sigur um uttanlandsskuldina í dag, samsvarar við tað, sum stendur í avtaluni frá 17. oktober 1994, sigur Jóannes Eidesgaard ­ Orðaskiftið í Fólkatinginum vísti, at málið er vorðið eitt innanríkispolitiskt mál. Tað havi eg onga viðmerking til sum so. ­ Tað verður val í Danmark í ár, og tað sást týðuliga, at valstríðið er byrjað. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard í einari stuttari viðmerking, til orðaskiftið á Fólkatingið týsdagin Eftir hansara metan hevur forsætisráðharrin skift støðu, í mun til tað tíðindaskriv sum kom frá honum beint eftir at bankakanningin var almannakunngjørd. ­ Tá segði hann, at stjórnin saman við Landsstýrinum skuldi tosa saman, um røttu mannagongdina fyri at áseta eitt passandi endurgjald til Landsstýrið, herundir eisini hvørji stig skuldu takast mótvegis Den Danske Bank. ­ Nú tosar hann um nýggjar samráðingar um, hvussu skuldin skal afturgjaldast, sigur Jóannes Eidesgaard, og hann heldur fram: ­ Hann royndi eisini at síðustilla stjórnina og Landsstýrið í bankamálinum viðvíkjandi upplýsingum um støðuna hjá bankanum. ­ Hetta er púra burturvið. Føroyingar hava ongantíð havt teir upplýsingar sum stjórnin hevði. Jóannes Eidesgaard metir eisini, at Nyrup er hvassari í orðum, enn hann var, tá hann var í Føroyum. ­ Hann veit, at hann politiskt vinnur við at verða hvassur ímóti føroyingum. Annars sigur Jóannes Eidesgaard, at teir nú bíða eftir upplegginum frá Landsstýrinum til eitt felags føroyskt útspæl. ­ Eg haldi, at uppskotið um, at eitt umboð úr hvørjum flokki skal arbeiða víðari við málinum er eitt gott uppskot, sum vit skulu halda fast við. Hann vil tó ikki tosa um, hvørjar tankar Javnaðarflokkurin hevur gjørt sær um støðuna. ­ Eg haldi, at tað er skeivt, at koma inn á tað nú. Í fyrsta umfari bíða vit eftir útspælinum frá Landsstýrinum, sigur hann. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Stjórnin fekk eina lítla sigar Úrslitið av spurnarorðaskiftinum endaði sum roknað varð við frammanundan. Dagsskráin, sum avtalað varð millum stjórnina og flokkarnar vinstrumegin, varð samtykt seint týskvøldið Spurnarorðaskiftið í Fólkatinginum endaði seint týskvøldið, og úrslitið varð sum væntað. Stjórnin fekk eina sigar, men hon var lítil. Orsøkin til hetta var, at stjórnin og flokkarnir vinstrumegin stjórnina samtyktu eina dagsskrá, sum bert gav stjórnini eina lítla nøs. Tað leikaði annars hart á í Fólkatinginum til tíðir. Borgarligu flokkarnir kundu ikki taka undir við tí dagsskrá, sum var løgd fyri Fólkatingið, men teir høvdu heldur ikki nakað uppskot at seta í staðin. Teir borgarligu flokkarnir hildu tað vera løgna mannagongd, at stjórnin sjálv slapp at avgera, hvussu stór "sigarin" skuldi verða. Føroysku umboðini eisini orðið Tað tykist sum hevur forsætisráðharrin fingið ákoyringar fyri at verða ov linur mótvegis føroyingum, tí tá hann tók orðið seint týskvøldið gav hann føroyingum, og serliga Jóhannes Martin Olsen av grovfýlini. Hann vendi sær beinleiðis til sambandsmannin og segði millum annað, at tað nú var uppá tíðina, at føroyingar góvust við at harta danir. - Eg haldi eisini, at tað er uppá tíðina, at føroyingar takka okkum fyri, at vit hjálptu tykkum, tá neyðin var størst. Poul Nyrup Rasmussen helt nevniliga, at føroyingar høvdu brúkt ov nógva orku til at geva dønum ábyrgdina av kreppuni og fyri bankamálið. Jóhannes Martin Olsen lat ikki hesi boð liggja á sær.Hann fór á pallin og takkaði dønum so mirðiliga fyri, at teir høvdu hjálpt føroyingum. Hann segði eisini, at allir føroyingar vóru glaðir fyri, at danir høvdu hjálpt okkum, og tað skuldi forsætisráðharrin vita. Frank Aaen úr Eindarlistanum kom upp at kjakast við Óla Breckmann um, hvussu ríkir føroyingar vóru, um flyting av pengum fyrst ein veg og síðani hinvegin, og um skatting av teimum ríku í Føroyum. Runukríggj Tað kom týðuliga fram, at her vóru tvær ymiskar politiskar uppfatanir, sum rendu saman. Tað var ikki bara galdandi í hesum førinum. Ósemjan millum teir borgarligu flokkarnar øðrumegin og stuðulsflokkarnar hinumegin kom eisini greitt til sjóndar undir orðaskiftinum. Aage Frandsen úr SF helt, at tað var betri at hanga stjórnina upp fyri tað, sum nú var komið fram. So var tað gjørt í hvussu er. Hesum var Kirsten Jacobsen als ikki samd við honum í. Hon helt, at tað hevði verið mundandi betri at bíða til fólkatingið hevur gjøgnumgingið øll skjølini, sum eru løgd fram í sambandi við málið. Tað, teir borgarligu flokkarnir eru mest ónøgdir við, í dagsskránni sum var samtykt, er, at seinasta borgarliga stjórn Schlüters eisini fær ákoyringar fyri sín part í vánaligu støðu Føroya. Teir meina ikki, at tað hevur nakað við bankamálið at gera, meðan hinir flokkarnir meina, at man ikki bara kann kritisera núverandi stjórn, tí skeiva gongdin byrjaði meðan borgarliga stjórnin sat, og hon gjørdi onki við málið. Fylgjurnar Tað sær tí ikki út til, at málið fær nakrar fylgjur fyri stjórnina ella nakran ráðharra. Jagstranin hjá Uffe Ellemann-Jensen eftir Mogens Lykketoft sær tí út til at verða dottin á gólv. Donsk bløð søgdu eisini í gjár, at tað var møguligt, at Føroya-málið endaði sum ein fyrimunur fyri Poul Nyrup Rasmussen heldur enn ein vansi. Spurningurin er so um nakar av embætismonnunum verða drignir til svars fyri teirra leiklut. Flokkar í fólkatinginum hava gjørt vart við, at teir kundu hugsað sær, at onkrir embætismenn verða revsaðir fyri teirra leiklut, men tað er óvist, hvussu verður við tí. At embætismenn verða drignir til svars er ikki óvanligt í Danmark, sjálvt um tað ikki kemur so ofta fyri. Øll minnast vit Tamila-málið, og tá vóru nakrir, sum máttu finna sær annað arbeiðið, bæði ráðharrar, fólkatingspolitikarar og embætismenn. Fyri stuttari tíð síðani tók mál seg upp í sambandi við nýggja hýruvognslóg í Danmark. Í einari kunngerð sum Ferðslumálaráðið hevði sent út, varð sett forboð fyri at útlendingar sluppu at koyra hýruvogn. Tað skuldu bara danir gera. Hetta vakti mikla øsing í Danmark, og málið endaði við, at Bjørn Westh tók aftur kunngerðina. Men málið endaði ikki har. Tveir embætismenn í "Trafikdepartementet" eru settir niður í tign og harvið fluttir til onnur, minni týðandi størv, aðrastaðni á ráðstovuni. Annar av hesum monnum er Calus Tornøe, sum var deildarleiðari í Ferðslumálaráðnum. Ikki kann sigast at hann hevur verið serliga heppin, tí hann kom úr Løgmálaráðnum í sambandi við Tamilamálið, og nú noyðist hann aftur at finna seg í at fáa nýtt starv, sum ikki er so týdningarmikið. Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Frelsarin kallar sítt fólk á fund Í samband við, at tað eru umleið 1.000 ár, síðan kristna trúgvin kom til Føroya, fara føroyingar at hátíðarhalda hetta ár 2.000. Settur er ein bólkur fyrireika hátíðarhaldið Føroyingar fara ár 2.000 at hátíðarhalda, at vit hava havt kristna trúgv í Føroyum í umleið 1.000 ár. Hetta boðaði ein fyrireikingarbólkur frá á tíðindafundi í Havn mikudagin. Endamálið við tíðindafundinum var at kunna um tær ætlanir, fyrireikararnir hava. Og at fáa fólk at luttaka aktivt í hesum fyrireikingum. Tað kunnu fólk gera við at gera vart við seg og koma við hugskotum, sum kunnu leiða til eitthvørt, sum hevur samband við tiltakið. Tað verið seg eina konsert, ein fyrilestur, útferð ella hvat tað nú skuldi verið. Breitt forum Tað var Hans Jacob Joensen, biskupur, sum í november mánaða í fjør tók stig til at fara undir fyrireikingar til hetta hátíðarhaldið. Innbjóðing varð send øllum kristnum samkomum í landinum, og hava allar, uttan Brøðrasamkoman, boðað frá, at tær vilja luttaka. Brøðrasamkoman hevur sagt frá, at tey verða ikki við, men hava onga grundgeving givið, upplýsti biskupur á tíðindafundinum mikudagin. Ætlanin við hesum breiða forumi er, sigur Hans Jacob Joensen, at vísa, kristna trúgvin júst er ætlað at savna og ikki spjaða, hóast tað mangan sær soleiðis út. Fleiri tiltøk Umframt samkomurnar og kirkjuna, eru Landsstýrið og Felagið fyri kirkjuráðslimir eisini umboðað í ráðnum, sum fyrireikar hátíðarhaldið. Ætlanin er, at fáa vitjan aðrastaðni frá til hátíðarhaldið. Hans Jacob Joensen, biskupur upplýsti, at donsku biskupparnir verða allir bodnir til Føroya í hesum sambandi. Eisini verða umboð fyri kirkjurnar í hinum Norðanlondunum boðin við. Og avgjørt er, at bjóða Margrethu drotning at luttaka. Men hon verður boðin av Føroya Landsstýri. Umframt vitjanir og slík tiltøk, verður eisini annað gjørt í samband við 1.000 ára haldið. Eitt nú verða onkrar bókaútgávur fyrireikaðar. Talan er um føroysku trúarjáttarnirnar, sum í grundini ongantíð eru týddar til føroyskt. Hetta hevur Hans Jacob Joensen, biskupur nú gjørt. Tó er okkurt týtt áður. Til dømis verða týðingarnar hjá Jákupi Dahl av apostólsku dópsjáttanini og Luthers lítla katekismus við í bókini, sum nú kemur út í samband við 1.000 ára haldið. Tað er grunnurin Føroyskt kirkjumál, sum gevur út. Eisini kemur ein nýggj, føroysk koralbók til nýggju sálmabókina út nakað skjótt, upplýsti Bjarni Bæk, dómpróstur á tíðindafundinum. Bókin er næstan klár, segði Bjarni Bæk, og onkur er longu farin at royna hana. Onkrar smærri justeringar eru eftir, og so verður hon givin út. Við í hesi bókini verða tey vanligu, kendu sálmaløgini, umframt tey føroysku, sum komin eru seinnu árini. Tað vil siga, bæði tey, sum vit við tíðini eru von við og kenna, umframt onnur heilt nýggj, sum ikki eru so kend. Eisini verða onkur ensk løg við í bókini, men høvuðsparturin verður tað traditionella, sigur Bjarni Bæk. Tiltøkini, ætlanin er at hava í samband við 1.000 ára haldið, verða hildin alt árið 2.000 og verða ymsastaðni í Føroyum. Tað stóra høvuðshátíðarhaldið verður hvítusunnudag, sum verður tann 11. juni ár 2.000. Eitt sindur av skemti stóðst av hesum á fundinum, av tí, at 11. juni, sum kunnugt, manna millum á donskum verður nevndur >>Fandens fødselsdag<<. Men hví ikki hátíðarhalda kristnu trúnna júst tann dagin? Fanin er ein rættiliga stórur partur av okkara lívi og trúgv. Men tað var tó ótilætlað, sigur biskupur, at tað gjørdist hendan dagfestingin. Sjálvandi er tað hvítusunnudag, sum er føðingardagur Kristnitrúnnar, sum haldið er sett til. Ymsar hugsanir Almenn hugsan er, at Føroyar vórðu kristnaðar við Sigmundi Brestissyni umleið ár 1.000. Hans Jacob Joensen, biskupur, sigur, at hann hevur spurt seg fyri hjá søgumonnum, og eru teir eitt sindur ójavnir á málið um heilt nágreiniliga árið. Onkur sigur , at tað hendi í 998, onkur sigur 999, men mett verður, at vit við góðari samvitsku kunnu hátíðarhalda hesa hending ár 2.000 og siga, at tá eru 1.000 ár liðin, síðan fyrsti missionerurin steig á land í Føroyum. Men vit vita, at írskir munkar, sum helst hava verið kristnir, hava búð í Føroyum, áðrenn víkingarnir komu hendanvegin. Tað sigur Dicuil, ein írskur munkur í Fraklandi, í bók, hann skrivaði í árinum 825. Vísindarligar kanningar av plantuleivdum siga okkum, at fólk hevur búð í Føroyum í fyrra helmingi av sjeyndu øld. Og møguleiki er fyri, at hesi fólk hava verið kristin, hóast pollenkanningarnar sjálvandi ikki siga nakað um tað. Hart og effektivt Hvussu er og ikki, so rokna vit kortini við, at tað er kristniboðan Sigmunds til víkingarnar umleið ár 1.000, sum er grundarlagið undir okkara trúgv í dag. Føroyingasøga, sum er einasta kelda, vit eiga um hendingarnar, sigur okkum, at ikki hevur hann farið heilt fram eftir boðum meistarans. Tá ikki hjálpti við orðum, varð tikið til gerðir. Tað vil siga svørðið. Og so bar til, hóast neyvan allir, sum kristnaðir vórðu á hendan hátt, hava meint so øgiliga nógv við sína trúgv. Og nakað væl av politikki man hava verið uppi í eisini. Skaldskapurin hevur eisini fingið væl burtur úr hesi hending á Tinganesi, tá Sigmundur stevndi føroyingum til fundar. Og Tróndur fór úr Gøtu, sigur Tróndarkvæðið okkum, ikki bara til at mótmæla trúnni, men líka nógv at mótmæla, at hon kom frá útlendskum kongi. Yrkjarin letur Trónd siga soleiðis við menn sínar, áðrenn farið verður úr Gøtu: Heilir, sælir mínir menn! Á hesi morgunstund skulum vær nú til Havnar suður á tann trúnarfund. Skulum vær níga Ólavi kongi, skulum vær honum lúta? Skulum vær krúpa so í krógv, tá man mangur súta. Og einki spurdist heldur burtur úr missiónsferðini hjá Sigmundi á tí sinni. Seinni, tá hann við svikum og svørði gekk á Trónd, bar betur til. Úrslitið er so kortini, at føroyingar 1.000 ár seinni kunnu hátíðarhalda hetta við ymsum tiltøkum. Og tann, sum hevur eitthvørt gott hugskot til hátíðarhald, kann venda sær til formannin í stýrisbólkinum, Poul Jákup Thomsen, sum hevur tlf. 1 75 22 ella postboks 1121 FR 110 Tórshavn. Jan Müller Flongdir tingmenn Uppskotið um arbeiðsrætt var einki minni enn ein boomerangur fyri teir báðar uppskotsstillararnar Óla Brekcmann og Bjørn á Heygum. Sum tveir flongdir hundar máttu teir taka uppskotið aftur. HATTA var einki minni enn ein boomerang. - uppskotið hjá Bjørn á Heygum og Óla Breckmann um arbeiðsrætt. Í útvarpinum í gjár mátti seinni av uppskotsstillarunum leggja seg fyri knøini á landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum og biðja um umbering. TEIR báðir tingmenninir løgdu í vikuni fyri tingið uppskot um føroyskan arbeiðsrætt - uttan so mikið sum at seta seg í samband við teirra egna landsstýrismann á økinum. Ein margháttligur máti at arbeiða uppá, tá flokkar eru í samgongu má sigast. Spurdur um hetta helt Bjørn á Heygum einki løgið vera í, at tingmenn leggja uppskot fram, eins og landsstýrismenn gera tað. Her hugsaði Bjørn ov stutt. MEN so kom landsstýrismaðurin fram í útvarpinum og segði seg einki kenna til málið, hóast her var talan um øki hansara í Tinganesi. Tíðin fór at vísa, um hann fór at taka stuðulin til samgonguna aftur segði hann. OG tað skuldu ikki ganga nógvir tímar, fyrr enn teir báðir tingmenninir so nakkalangir máttu taka sítt egna uppskot aftur. EITT er tað, at tingmenn á henda hátt provokera sín egna landsstýrismann á økinum. Annað er, at teir leypa so fullkomiliga framav og seta uppskot fram, uttan so mikið sum at kunna seg við tær ymsu síðurnar í málinum, eitt nú at vita, hvat arbeiðsmarknaðurin sjálvur heldur um slíkt uppskot. Her var í veruleikanum talan um eitt paraduuppskot av allargrovasta slag. Og slíkt sømir seg ikki tingmonnum. TAÐ undrar okkum eisini, at ein tingmaður sum Bjørn á Heygum letur seg koyra í felluna av Óla Breckmann, sum hundraðtals dømi er um fyrst og fremst brúkar politisku umboðan sína til at seta kílar í. Her var so ein møguleiki at sláa tvær flugur í eitt smekk, nevniliga fyri tað fyrsta at fáa øði í fakfeløgini og harnæst at traðka landsstýrismannin úr einum fakfelagsflokki so dyggiliga á tærnar. Men ikki gongur altíð, sum prestur prædikkar. Og vónandi hevur Bjørn á Heygum við hesi "latið seg lumpa-hending" fingið eyguni upp fyri, hvussu svikaligt tað kann vera at arbeiða saman við politikarum, sum bara hava eitt endamál í politikki: at niðurgera fakfeløg og vinstraflokkar. EIN stórsigur fyri landsstýrismannin má sigast. Og fyri tey fakfelagsfólk, sum mettu eitt slíkt uppskot sum eina krígsavbjóðing. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Gul til stívt andøvsgul av vestri, skýggjað og sirm av og á. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið leygardagin: Gul til stívt andøvsgul av vestri, regn av og á og hitin millum 5 og 7 stig. Um kvøldið hækkar hann upp í útnyrðing og norðan og tað klárar í, tó framvegis okkurt ælið. Hitin fellur niður í eini 2 stig. Veðrið sunnudagin: Hann veksur vindin upp í hvassan vind av norði og ælingur, sum frálíður vátakavi ella kavi. Hitin fellur niður um frostmarkið. Veðrið mánadagin: Hvassur vindur av norði, men minkandi út á dagin. Ælingur, fyrst sum vátakavi ella kavi, seinni regn. Hitin kemur upp millum 2 og 5 stig. Týsnáttina gul av ymsum ættum og yvirhøvur turt. Veðrið týsdagin: Hann veksur vindin upp í ein strúk av útsynningi og vestri og regn av og á. Hitin um 5 stig. Í gjár: Eitt hátrýst yvir Bretsku Oyggjunum fer sum frálíður í landsynning. Eitt lágtrýst við landsynningspartin av Grønlandi fer í landnyrðing, seinni eystan. Í dag: Brúgvaløgini haðani fara um Føroyar fríggjadagin ella leygardag fyrrapart, og aftaná rekur køld luft av norði móti Føroyum. Leygardagur 31. januar 1998 Jógvan Hugo Gardar jogvan.gardar@senterpartiet.no Royndu at lirka Smogu-trolara inn í norskan sjógv Fiskivinnuumsitingin í Tinganesi upplýsti ikki fyri norsku myndugleikunum, at íslendingar framvegis áttu 49 prosent í Stakfell/Sverra Ólason. Tvørturímóti leggur umsitingin áherðslu á, at her er talan um eitt føroyskt felag við føroyskum pengum, sum hevur fingið part av føroysku kvotuni í norskum sjógvi SOSIALURIN, Oslo: Fiskivinnuumsitingin í Tinganesi royndi at fáa fiskiloyvi til Stakfell/Sverra Ólason í norskum sjógvi, hóast umsitingin visti, at hetta var brot á avtaluna um, hvørji fremmand skip kunnu fiska í norskum øki. Hetta er niðurstøðan eftir at hava kannað, hvat tað var, sum fór fram millum norskar og føroyskar myndugleikar í vetur í samband við at norðmenn noktaðu Sverra Ólason fiskiloyvi. Tann 7. oktober 1997 sendi Fiskivinnudeildin í Tinganesi bræv til Fiskeridirektoratet í Bergen. Upplýst verður, at Stakfell (TG 730) skal fiska tosk við Svalbard. 10. oktober kemur svar aftur úr Noregi, har fiskivinnustjórin metir, at Stakfell kann ikki fáa fiskiloyvi í norskum sjógvi. Grundgevingin er, at skipið í tíðarskeiðnum 1994-1997 (seinasti túrurin var frá 1. august til 28. august 1997) fleiri ferðir hevur fiskað í Smoguni undir íslendskum flaggi. Víst verður á § 6 í reglugerðini um fremmanda fiskivinnu í norskum búskaparligum øki, sum sigur, at fiskiloyvi kann noktast skipum, ið hava tikið lut í veiðu av einum stovni í altjóða sjógvi, sum í norskum øki er avmarkaður við lóg. Ivasom viðmerking 16. oktober sendir fiskivinnustjórin Kaj P. Mortensen eitt telefax til norska Fiskeridirektoratet. Í hesum brævinum sigur stjórin seg ikki kunna skilja, hví ein føroyskur trolari, sum eitt føroyskt felag eigur, ikki kann fáa loyvi til at fiska av føroysku kvotuni við tí grundgeving, at trolarin, tá hann var íslendskur, fiskaði í Smoguni. Kaj P. Mortsen skrivar m.a.: >>Fartøyet eies nå av et færøysk selskap med færøysk kapital og er tildelt del av de færøyske rettighetene, som Færøyene har i Svalbard og ellers har forhandlet seg til gjennom fiskeriavtaler med andre land.<< Fiskivinnustjórin upplýsir ikki í sínum brævið, at 49 prosent av partabrøvunum eru á íslendskum hondum. Hetta finna norðmenn tú út av, og teir kunnu nú vísa til enn eina avtalu, sum kann halda Stakfell uttanfyri norsk øki: FAO-avtalan um altjóða verndar- og umsitingartiltøk á opnum havi - sokallaða flaggavtalan. Í hesi avtaluni (artikkel 3 nr. 5, a), stendur millum annað, at eingin av avtalupørtunum skal loyva einum skipi, sum hevur brotið treytirnar um vernd og umsiting á opnum havi, at fiska hjá einum øðrum avtaluparti. Í somu avtalu (artikkel 3 nr. 5, C) stendur at hetta ikki fær virkning, um ognarviðurskiftini hjá fiskiskipinum seinni eru broytt. Nýggi eigarin skal tá kunna prógva, at gomlu eigararnir hvørki løgfrøðiliga, ognarliga ella fíggjarliga hava nakað at gera við viðkomandi bát. Í samband við Stakfell meina norðmenn, at eingin ivi er um, at hendan flaggavtalan kann brúkast. Avtalan er galdandi fyri veiðu á opnum havi, men norsku løgfrøðingarnir ivast ikki í, at hetta eisini kann sigast at fáa gildi á t.d. norskum øki. Broyta navn Tann 24. oktober roynir Fiskivinnudeildin seg aftur. Nú taka teir aftur ynskið um at fáa Stakfell inn í norskt øki. Í staðin biðja teir um fiskiloyvi til Sverra Ólason. Fiskivinnudeildin upplýsir ikki fyri norðmonnum, at her er talan um sama skip. Skrásetingarnummarið er tað sama, og eigarin er tann sami, men sambært brævinum frá Fiskivinnudeildini, so kunnu vit fáa ta fatan, at Sverri Ólason er eitt annað skip. Fiskivinnudeildin skrivar nevniliga: >>Venligt registrer at samme fartøy ikke vil bli lisensiert å fiske på færøyske rettigheter ved Svalbard.<< Í næstu linju stendur: >>Fiskeridirektoratet bes registrere, at følgende færøyske tråler vil bli lisensiert å fiske på færøyske rettigheter ved Svalbard...<< Fyrst siga teir, at skipið ikki skal fiska við Svalbard, men samstundis søkja teir um, at sama skip, við øðrum navni, skal fáa eitt fiskiloyvi. Fiskeridirektoratet roynir beinanvegin at finna út av, um her er talan um ymisk skip, men eftir at hava spurt í Tinganesi er svarið, at her er talan um sama skip. Tískil svara teir á sama hátt sum frammanundan. Sambært reglugerðini av 13. mai 1977, so kunnu norðmenn nokta skipinum atgongd til norskan sjógv. Navnaskifti hevur ongan týdning so leingi teir upprunaligu íslendsku eigararnir framvegis hava ein fingur við í spælinum. Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Tað fer at svíða hjá onkrum John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er um at vera liðugur við eitt uppskot um toskafriðing undir Føroyum. Og greitt er, at tað fer at merkjast hjá pørtum av flotanum Hóast John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er rúkandi ósamdur við fiskifrøðingarnar, kemur hann kortini við einum uppskoti um friðing av toskastovninum undir Føroyum. Eingin ivi er um, sigur Johan Petersen, at neyðugt er við gýtingarfriðingum av toskastovninum undir Føroyum. Og av tí, at línuveiðan er tann veiða, sum hevur havt besta toskafiskiskapin seinastu tíðina, er greitt, at tað helst verða línuskipini, sum fara at merkja hesar friðingar mest. John Petersen, landsstýrismaður hevur seinastu dagarnar verið rættiliga ágangandi móti Fiskirannsóknarstovuni og tí tilmæli, fiskifrøðingarnir eru komnir við viðvíkjandi friðing av Føroyagrunninum. Sambært Johan Petersen, landsstýrismanni, hevur Fiskirannsóknarstovan mestsum mælt til totalfriðing av landgruninum í vár. Tilmælið er at friða allan grunnin frá seks fjórðingum út í kantin frá einum øki vestan fyri Sandoynna, norður um og heilt suður aftur á Nólsoyarbankan eystanfyri. Og tað er meira enn John Petersen kann liva við politiskt. Um eitt slíkt tilmæli verður fylgt, sigur John Petersen, verður at kalla allur flotin lagdur. Tað verður bara onkur hendinga trolari og onkur línubátur, sum kann royna eitt nú á Munkagrunninum. Og tað klárar samfelagið ikki at liva við. Ivasom ráðgeving At John Petersen reagerar so harðliga, sigur hann koma av, at tá friðingar vóru settar í verk fyrst í nítiárunum, var tað tí, at fiskifrøðingarnir søgdu, at eingin toskur var til. Og grundin skuldi vera ovfisking. Seinni vísti tað seg korini, at tað var mestsum í yvirflóð av toski undir Føroyum. Og so søgdu somu fiskifrøðingar, at tað vóru náttúrugivnar orsøkir, sum vóru atvoldin. >>Nú siga teir aftur, at vit mugu ansa eftir at vit ikki yvirfiska,<< sigur John Petersen. >>So skulu vit seta politiskar friðingar í verk, og teir ganga fríir, um okkurt annað er galið. Tað er hesum eg reageri ímóti.<< John Petersen heldur, at fiskifrøðingarnir eiga ikki bara at sleppa við at koma við tilmælum og so einki meira. Teir eiga eisini at hugsa um at fáa samfelagið at koyra víðari. John Petersen sigur, at hann ivast ikki í, at tað er rætt, tá sagt verður, at yvirlitstrolingar vísa, at toskastovnurin ikki hevur tað gott. Men hann kritiserar, at vit bara hoyra um partar av yvirlitstrolingunum. >>Vit mugu fáa allan sannleikan at vita frá Fiskirannsóknarstovuni,<< sigur hann. >>Til dømis hevur Magnus Heinason gjørt stór hál, enntá sprongt trolið, sum vit einki frætta um.<< Tað er ikki nóg seriøst, heldur John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. >>Eg havi fulla virðing fyri fiskifrøðingunum, men hetta irriterar meg.<< Vinnan ósamd John Petersen sigur, at hóast fiskifrøðingarnir siga, at tað mestsum ikki er stórur toskur undir Føroyum, sigur vinnan nakað annað. >>Haðani frætti vit beint tað øvugta,<< sigur hann. >>Og tað ger, at eg missi fyrimunin av at styðja meg til fiskifrøðingarnar.<< Men okkurt er kortini, sum bendir á, at ikki alt er heilt sum vanligt kortini. Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen, sigur, at hóast nógvur fiskur tykist vera á grunninum, stendur hann rættiliga stúvaður, har hann er. >>Gýtingarfiskurin uppførir seg ikki sum vanligt,<< sigur Chris Jan Michelsen. >>Hann sveimar ikki yvir grunnin, men stendur heilt tættur á nøkrum fáum støðum. Og hann er rak.<< Chris Jan Michelsen dugir ikki at siga, hví fiskurin er verri fyri enn vanligt. Hann sigur, at tað tað tykist, sum nógv æti er í sjónum. So tað má vera onkur onnur orsøk, sum hann ikki vil gita um. Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at hann hevur ongar viðmerkingar til pressuna. Áki Bertholdsen Tað fer ongantíð at koma fyri aftur at vit fiska okkum um koll ­ Serliga síðani 1991 er nógv gjørt fyri at friða leiðir. Men tað stóra gjøgnumbrotið at fáa skil á fiskiskapin undir Føroyum kom við fiskidagaskipanini í 1996. Tað einasta landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum nú skal gera, er at halda lógina, og brúka møguleikarnar, hann hevur fingið ­ Eg haldi ikki, at vit fiska ov nógv undir Føroyum nú. Bjarni Vestergaard í Vági er púra ósamdur við teir fiskifrøðingar sum halda, at royndin undir Føroyum er so hørð nú, at tað verður ein galin endi. Fáir kenna fiskiskapin undir Føroyum betri enn Bjarni Vestergaard. Hann hevur verið fiskimaður og útróðrarmaður í yvir 50 ár. Hann hevur verið nevndarlimur og formaður í Meginfelag Útróðrarmanna í yvir 20 ár. Og sum formaður í MÚ, hevur hann verið limur í Fiskivinnuráðnum eitt áramál. Men ikki minst var hann í Skipanarnevndini, sum í 1995-96 gjørdi uppskotið til fiskidagaskipanina, og sum sostatt gjørdi grundarlagið undir teirri skipan, vit hava í dag í fiskivinnuni í Føroyum. Beint tvørturímóti fiskifrøðingunum, heldur tann royndi fiskimaðurin, at fiskiskapurin undir Føroy um hevur ongantíð verið so væl skipaúr, sum hann er nú. ­Samstundis hevur landsstýrismaðurin fingið allar teir møguleikar, hann kann ynskja sær at stýra fiskivinnuni. Og brúkar hann teir, kemur tað ongantíð at henda aftur, at vit fara at fiska okkum um koll, heldur Bjarni Vestergaard. ­ Men um náttúran fer at vinna okkum neisur aftur, sum hon hevur gjørt nú í nítiárunum, tað fáa vit onki gjørt við, leggur hann afturat. Sostatt heldur Bjarni Vestergaard, at verða fellisár aftur undir Føroyum, verður tað av náttúrugivnum orsøkum og ikki av tí at vit hava fiskað ov nógv. Tveittu fisk í havið Bjarni Vestergaard sigur, at tað var vinnan sjálv sum ásannaði, at kvotaskipanin hevði so stór og álvarslig brek, at hon var ein ólukka fyri føroyska fiskivinnu. ­ Kvotaskipanin gav eina fullkomiliga skeiva mynd av fiskiskapinum undir Føroyum, og, hvussu nógv í veruleikanum varð fiskað. ­ Tí hóast ongin vildi viðganga tað alment, vita øll, at hon elvdi til misbrúk við tað, at nógvur fiskur varð tveittur í havið aftur. ­ Tað sigur seg sjálvt, at undir eini kvotaskipan verður fiskurin skildur á dekkinum so at bara tað verður tikið, sum gevur bestan prís. ­ Alt hitt varð tveitt fyri borð aftur. ­ Og av tí bleiv grundarlagið fullkomiliga avskeplað at gera tilmæli á fyri fiskiskapin árini eftir. Bjarni Vestergaard sigur, at hetta ásannaði vinnan og var tí so mikið at sær komin, at hon sjálv setti seg til fundarborðið at vita um ikki ein betri skipan kundi finnast í felag. ­ Nevndin, við umboðum fyri allar skipabólkar undir Føroyum, bjóðaði landsstýrinum at royna at finna eina semju, sum øll vinnan stóð saman um. ­ Hesa nevndina setti landsstýrið seinni formliga og hon bleiv bleiv síðani kend undir navninum Skipanarnevnd. ­ Í Skipanarnevndini sótu eisini fiskifrøðingar og tað vóru teir, sum komu við uppskotinum um fiskidagar ístaðin fyri tær landsskaðiligu kvotur. Og tað tók nevndin undir við. ­ Nevndin vísti eisini á, at tær skipanir sum vóru settar í verk at at friða gýtingarleiðir vóru ongantíð slopnar at standa sína roynd. ­ Vit mæltu tí landsstýrinum til halda fast um gera álvara av at friða gýtingarleiðirnar. Bjarni Vestergaard sigur, at øll vinnan var samd um, at hetta varð tann frægasta loysnin. Sjálvur er Bjarni Vestergaard púra sannførdur um, at tað ber væl til at stýra fiskivinnuni við hesi skipanini, vit fingu í 1996. Ikki minst tí at skipanin eisini ber í sær nógvar friðingar. Serligan týdning hevur tað, at hetta eru friðingar, sum vinnan sálv er samd um. Tað arbeiðið byrjaði í 1991 og er útbygt síðani. ­ Soleiðis eru allar tær innaru leiðirnar púra friðaðar fyri trol og tey stóru línuskipini. Uttanfyri tað, hava tey stóru línuskipini eitt stórt økið at fiska á. ­ Og uttanfyri tað eru so trolararnir, uttanfyri allar vanligar toskaleiðir. ­ At teir kortini fáa nógvan tosk, er ein heilt onnur søga. ­ Samstundis skuldu gýtingarleiðirnar fullkomiliga friðast í gýtingartíðini. ­ Men har er so lorað eitt sindur síðani við tað, at útróðrarflotin hevur fingið partvísa atgongd til tey. Øll henda skipanin ger, at Bjarni Vestergaard er fullvísur í, at tað fer ikki at henda, at landgrunnurin verður niðurfiskaður aftur. ­ Tað einasta, landsstýrismaðurin skal syrgja fyri, at lógin verður hildin og at gytingarleiðirnar frá frið í gýtingartíðini. ­ So skal hitt nokk laga seg sjálvt. Ikki minst nú ídnaðartrolararnar til alla lukku eru burtur. ­ Hóast teir ikki hava verið burtur í meiri enn tvey ár, sæst tað longu aftur í hýsufiskiskapinum. ­ Eg fái ongar óvinir við at siga tað, tí ídnaðarmenninir vistu tað sjálvir, tí nógvir ringdu til mín at gremja seg um, hvussu óhugnaligt tað var við øllum hýsumurtinum, teir drupu. Bjarni Vestergaard sigur at nú ræður um at halda fast um hesa skipanina. ­ Men tað væntar hann eisini at vit gera av tí at øll vinnan er samd um hetta. ­ Tað er ikki longur sum fyrr. Tær leiðir, sum ein stórur floti uppá einar 50 trolarar, grópaði upp, eru friðarar so líðandi upp ígjøgnum nítiárini. ­ Nú er t.d. Munkagrunnurin og Mykinesgrunnurin so væl vardir, at trolingin har skal ikki síggjast aftur. ­ Og høvuðsgýtingarleiðirnar -alt Norðhavið - er eitt stórt akvarium. Fiska ikki ov nógv Bjarni Vestergaard er heldur ikki samdur við fiskifrøðingar í, at vit í, at vit fiska ov nógv nú. ­ Hann er tí heldur ikki samdur í, at fiskidagarnir skulu skerjast. ­ Teir siga m.a. at tað er bara ein árgangur í fiskiskapinum, og at nógv minni er til. ­ Tað er so ikki tað, vit síggja her um leiðir. Vit fáa allar árgangir og fiskiskapurin er ikki minkaður. ­ Tó má eg viðganga, at tað er merkiliga lítið av tí smæsta toskinum. Jógvan Hugo Gardar jogvan.gardar@senterpartiet.no Norska Uttanríkisráðið: Einki mál líkist Sverra Ólasyni Í samband við málið um Sverra Ólason og um tað, sum formaðurin í Reiðarafelagnum, Jákup Sólstein hevur sagt um, at føroyingar eiga at nokta norðmonnum atgongd til føroysku oljuvinnuna, so leingi teir forða okkum at fiska í Norskum sjógvi, hava okkara maður í Oslo, Jógvan Hugo Gardar, fingið hesar viðmerkingarnar: Jógvan Hugo Gardar, Oslo: - Keldur í norsku fiskivinnuumsitingini halda kravið hjá Jákup Sólstein er heilt burturvið, serliga tá orsøkin til kravið byggir á nakrar leysar endar, sum vísa seg ikki at passa. - Jákup Sólstein kennir væl til, hvussu samráðingarnar millum føroyingar og norðmenn fara fram, og hann eigur eisini at kenna karmarnar, sum fremmand fiskifør noyðast at fylgja í norskum sjógvi. Formaðurin í Reiðarafelagnum má vera skeivt endurgivin ella so hevur hann fingið skeivar upplysningar onkrastaðni, sigur ein kelda í norsku fiskivinnuumsitingini. - At blanda oljuspurningin uppí hetta málið hoyrir ongastaðni heima. Serliga ikki tá grundarlagið fyri hesum kravinum byggir á skeivar upplýsningar. Í norska uttanríkisráðnum halda tey fast við, at munur ikki verður gjørdur á fremmandum fiskiførum. Sambært uttanríkisráðnum so kenna tey ikki til nakað dømi, sum kann samanberast við Sverra Ólason, og sum á nakran hátt eigur at fáa norðmenn til at nokta nøkrum týskum ella norskum trolarum atgongd til norskt øki. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Jógvan Isaksen Filosofisk rák og >>Barbara<< Ein roynd at gera greiði fyri nøkrum av teimum filosofum sum vóru partur av andaliga førninginum hjá Jørgen-Frantz Jacobsen, og hvørs filosofi er støði undir >>Barbaru<< Áður havi eg nortið við, at Jørgen-Frantz Jacobsen flytir søgugongdina í skaldsøguni >>Barbara<< eini 50 ár í mun til søgnina >>Beinta og Peder Arrheboe<<. Søgnin fer í høvuðsheitum fram fyrst í 18. øld - Peder Arrheboe var prestur í Vágum frá 1706-18 - meðan skaldsøgan kann tíðarfestast til skeiðið 1763-1765. Somuleiðis havi eg gjørt vart við, at grundin til hesa flyting ivaleyst er hon, at høvundurin vil inn í upplýsingartíðina, ið júst var í hæddini í miðjum 1700-talinum. Hann vil inn til Rousseau og kanska fyrst og fremst Voltaire. Pietisman er eisini ein partur av myndini í skaldsøguni, og ger seg ikki galdandi í Danmark fyrr enn í 1730unum. Tann fyrri parturin av øldini kann sostatt ikki brúkast, men tað kann umleið 1760, har høvi verður at seta ta týsk-donsku pietismuna upp ímóti tí ensk-fronsku upplýsingartíðini og hesi bæði upp ímóti tí >>føroyska<< Kingo. La Rochefoucauld (1613-80), sum fleiri ferðir verður tikin upp á tungu av sorinskrivaranum Johan Hendrik Heyde, var rationalistur og ein fyritreytin fyri upplýsingartíðini saman við teimum somuleiðis rationalistisku filosofunum Descartes, Spinoza, Hobbes og Leibniz. Teimum á baki koma síðani empiristarnir Locke, Hume og Berkeley. Upplýsingartíðin, tíðin har skil og vit ráða, har tú ikki bláoygdur gloypir líkum og ólíkum, og har tú krevur frælsi at trúgva, tosa og hugsa sum tær hóvar, var ein fyrimyndin hjá Jørgen-Frantz Jacobsen: >>Allan musikk úr hini frálíku 18. øld, sum í senn dyrkaði vit, dugnaskap og vakurleika, og sum aldi av sær nakrar av bestu filosofunum, yrkjaran Goethe og teir ítastu komponistarnar, kenni eg meg í samljóð við<< (Dýrmæta lív. Føroyskað hevur Chr. Matras). Men William Heinesen vísir eisini á, at vinmaðurin hevði eina romantiska lind. Úr brævi frá mars 1926: >>Á Davidsens vínstovu hittir hann Otto Gelsted, sum >>gav eina lyndismetan av mær, sum gjørdi meg ovfarnan: hann segði seg hava rakt við, at eg hóast mínar humanistisku rationalistisku og turrvitugu hugsjónir í míni innastu sál var ein stórromantikari, og styrki mín júst komst av hesi, sum hann segði so frálíka væl javnvigaðu dualismu. Tað sum um ráddi var at eingin av hesum evnapørtum, fyrst og fremst tann romantiski, ikki tók at vikna. Aftan á hetta havi eg verið stórbilsin av Gelsteds gløgga viti<< (Dýrmæta lív). William Heinesen vísir á, at Jørgen-Frantz Jacobsen javnan nertir við >>tey áhugaverdu mótsetnings- og komplementerviðurskiftir<< millum realismu og romantikk, og í eini grein um Edinburgh endar hann við hesum orðum: >>Í okkara døgum er romantikkin illa kend og er fyri háð og spott frá ikki so fáum, sum halda seg vera rættar, sakligar realistar. Men farið til Skotlands! Har ber til at síggja realistar. Teir dugnaligastu, ídnastu og kaldastu av øllum bretum eru eingir aðrir enn skotarnir. Tað er alvíst um allar leiðir. Hvør torir so at siga, at romantikkin er opium fyri sálina? Nei, nýtt á rættan hátt er romantikkin vitamin<<. (Edinburgh í Tíðargreinir. Føroyskað hevur Chr. Matras). Hesi bæði, tað rationella og tað romantiska, skulu so hava tamarhald hvørt á øðrum, skulu vera í javnvág. Lat okkum nú tríva í nakrar av teimum filosofum sum vóru partur av andaligu fyritreytini hjá Jørgen-Frantz Jacobsen, og hvørs filosofi er støði undir >>Barbu og harra Pál<<. Renesansa og upplýsingartíð Undir renesansuni veksur áhugin fyri humanistiskum sjónarmiðum og somuleiðis ansurin fyri natúrvísind. Teir griksku og rómversku filosofarnir verða lisnir, og umboðandi fyri hetta tíðarskeið er tann heliosentriska heimsmyndin hjá Kopernikus sum kom í staðin fyri ta geosentrisku. Hóast kirkjan vildi hava, at alt skuldi mala um jørðina, so gjørdist tað truplari og truplari at gera greiði fyri rørslunum hjá himnakroppunum, ræsirnar gjørdust fløktar og óregluligar. Spurt varð, hvussu tað bar til, at Gud hevði skapað ein matematiskt ófullkomnan heim, í staðin fyri ein fullkomnan, har rørslurnar vóru sirklar. Nú kemur Kopernikus (1473-1543) upp í leikin og sigur, at mala bæði jørðin og hinar gongustjørnurnar um sólina, so eru rørslurnar sirklar. Nú var fullkomileikin fingin til vega, men kirkjuni dámdi einki, at jørðin ikki longur var kjarnin og vildi vera við, at hetta var ímóti Bíbliuni. Tycho Brahe (1546-1601) var eisini ímóti, men av vísindaligum grundum. Hann segði, at mól jørðin um sólina, so átti eisini at borið til at máta eina broyting í støðuni hjá stjørnunum í mun til hvørja aðra. (Hendan broyting fer fram, men á Tycho Brahes døgum funnust eingi tól at máta hana við). Hann vildi tí vera við, at gongustjørnurnar mólu um sólina, meðan sólin mól um jørðina. Johannes Kepler (1571-1630), sum var hjálparmaður Tycho Brahes, prógvaði síðani, at teir sirklar, sum planetirnar ferðaðust í, vóru trýstir flatir, og at sólin var annar brennidepilin. Tað snúði seg altso um ellipsir. Kepler var trúgvandi maður og var einki fegin um hetta, hann hevði funnið fram til, tí hví skuldi Gud skapa ófullkomnar sirklar? Men á annan bógvin helt Kepler seg til síni óryggiligu matematisku prógv, og á hin bógvin var hann fullvísur í, at Gud hevði skapað heimin. Ein í mangar mátar moderna støðutakan. Kollveltingin av heimsmyndini bleiv fullgjørd av Isaac Newton (1642-1727), tá ið hann prógvaði, at tyngdarlógin - lógin um atdráttarmegi - ikki bara galt á jørðini, men ráddi í øllum alheiminum. Á henda hátt fekk Newton til vega eina fysikk sum svaraði til ta nýggju heimsmyndina, og hansara fatan stóð við líka til Albert Einstein kom við sínari relativitetsteori. Heimsmyndin hevði nú flutt sentrum frá Gudi til menniskjað - av himni á fold. Hobbes, Descartes og Leibniz Í 17. øld verður roynt at brúka ta nýggju natúrvísindina til eina víðfevnandi lýsing av tilveruni. Ætlanin var at seta vísindalig hugtøk í staðin fyri hugtøk sum stavaðu frá Aristoteles (384-322). Kravið var ein nýggj heimsmynd. Slóðbrótarar á hesum øki eru millum aðrar eingilskmaðurin Thomas Hobbes (1588-1679), franskmaðurin René Descartes (1596-1650) og týskarin Gottfried Leibniz (1646-1716). Grundsetningurin hjá Hobbes er: øll broyting er rørsla, sum er beint tað øvuta av setninginum hjá Aristoteles: øll rørsla er broyting. Hjá Aristoteles skal rørsla skiljast sum broyting, frá møguleika til veruleika. Aristoteles grundgevur ta kvantitativu rørsluna (eitt likam flytir seg úr einum stað í annað) kvalitativt, tvs. sum eitt skiftið frá einum slag av veran til eitt annað slag av veran. Hjá Hobbes er tað øvut: tann kvalitativa broytingin verður grundgivin við tí kvantitativu rørsluni. Rørsla er natúrunnar grundfyribrigdi. Eitt fyribrigdi er grundgivið, tá ið tú hevur funnið tess neyðturviligu orsøk; tvs. ein rørsla er grundgivin, tá ið tú hevur funnið ta rørslu, sum hevur skapað hana. Á henda hátt er tilveran vorðin ein mekanisk skipan, og rørslulæra gerst tískil grundvísindin. Hobbes ger neyvt mark ímillum royndir og vitan. Royndir geva okkum bara rættin at ætla um og halda; tær veita okkum ikki logiska trygga vitan. Hendan krevur, at nøvn verða sett á, og at hesi verða knýtt at dómum, tí bara dómar eru antin sannir ella rangir. Frá dóminum kanst tú síðani gera logiskar niðurstøður - tvs. deducera aðrar dómar. Descartes royndi at grunda sannkenning á pástandir, hvørs sannleiki ikki skuldi prógvast við øðrum pástandum, sum so í sínum lagi aftur skuldu prógvast o.s.fr. men á pástandir, hvørs sannleiki var sjálvsagdur. At ein sannleiki er sjálvsagdur merkir, at tað logiskt ikki ber til at ivast í honum. Arbeiðshátturin hjá Descartes er tann metodiski ivin sum hevur við sær, at tað kann setast spurningur við so at siga allar sannleikar. Øll sansing kann vera svikafull, tað kann vera, at tú droymir, at tú bara ímyndar tær umheimin. Tað er bara eitt sum er vist, og tað er, at hann sum setir spurningarnar og ivast, hann er til. Við hesum vildi Descartes vera við, at hann hevði funnið ein setning, hvørs sannleika eingin kundi ivast í: Cogito ergo sum. Eg hugsi, sostatt eri eg til. Upprunastøðið hjá sannkenningini er við øðrum orðum sjálvsmedvitið. Filosofiin hjá Descartes verður mangan nevnd rationalisma, og her verður sipað til, at hon sigur seg føra fyri fáa sannkenning til vega gjøgnum skilið (ratio). Leibniz vildi vera við, at Gud er til, tí at hugtakið um Gud er til, og Gud er fullkomin. Av hesum kann sigast, at hann má vera algóður, alvísur og almáttugur, og bara av tí grund ber tað til at siga, at tann heimur, sum hann hevur skapað, er bestur av øllum heimum. Viðurskiftini millum Gud og skapningarnar eru soleiðis háttaði, at tað samstundis er galdandi, at menniskjan ger, sum hon vil - og at Gud sær til, at alt verður sum frægast. Tað er júst ímóti hesum partinum av filosofiini hjá Leibniz, at Voltaire skrivaði >>Candide<<. Empirisman Í stuttum kann tað um rationalismuna sigast, at hon hevdar, at tað ber til at fáa sær vitan um veruleikan bara við at brúka skilið. Mótsett hesum hevdar empirisman, at øll vitan um veruleikan stavar frá sansingarroyndum. At halda uppá, sum Descartes og hinir rationalistarnir, at tað finnast viðføddar hugmyndir, metir John Locke (1632-1704) vera burturvið, tí alt sum kann sannkennast verður tað gjøgnum royndir. George Berkeley (1685-1753) umboðaði eina enn víðgongdari common-sense fatan, har tann ytra verðin er júst tað vit sannkenna, tvs. tað vit síggja, hoyra, føla, lukta og smakka. Men alt hetta skal perciperast (uppfatast); til dømis skilir tú ikki hugtakið ljóð, uttan at skilja tað sum tað, ið hoyrist. Somuleiðis er smakkur tað sum smakkar, litir tað sum sæst o.s.fr. Berkeley sigur, at hugmyndir eru bara til, tá ið tær verða perciperaðar, og tað hevur í sínum lagi við sær, at tann ytra verðin bara er til, tá ið hon verður perciperað. Men Berkeley viðurkendi sjálvsagt, at tað var vitleyst at hevda, at eitt borð ikki var til, tá ið tað ikki bleiv perciperað. Men hann gav seg kortini til tols við, at ein og hvør lutur umframt viðhvørt at verða perciperaður av menniskjum verður perciperaður av Gudi. Við tað at Gud altíð perciperar allar lutir, finnast allir lutir óheftir av perceptiónini hjá menniskjanum. David Hume (1711-1776) er gitin fyri sínar kanningar av grundarlagnum undir sannkenning. Hvussu kunnu vit m.a. vita, hvørja avleiðing ein ávís orsøk hevur? Vit kunnu ikki røkka hesum gjøgnum skilbundnar sannroyndir; líkamikið hvussu stóran kunnleika vit hava um eina orsøk, so verða vit ikki før fyri logiskt at úrleiða, hvør avleiðingin verður. Tað finst bara ein máti at fáa hesa vitan, og tað er gjøgnum royndir. Øll okkara vitan um veruleikan er grundað á royndir. Rakar ein billiardkúla ein aðra billiardkúlu, finst einki í sjálvari hendingini, at onnur kúlan rakar hina, sum logiskt hevur við sær ta hending, at hin kúlan fer á rull. At onnur hendingin kemur hinari á baki kann bara lærast við at síggja, at soleiðis gongur tað fyri seg; tú kanst ikki a priori vita, tvs. áðrenn royndina, hvat fer at henda. Royndirnar vísa, hvat ið hendir nú, men tær kunnu ikki vísa, hvat ið fer at henda. Fyri tí at sólin higartil er komin til sjóndar hvønn morgun, ber ikki til at prógva, at hon fer at koma undan kavi í morgin. Tú kanst ikki prógva, at ein ávís orsøk altíð fer at hava eina ávísa avleiðing. Filosofiin hjá Hume endar lúkst í skepticismu. Okkara vitan molnar burtur, og eftir er bara sannføring, ein sannføring, sum hvørki kann grundgevast av skili ella gjøgnum royndir, men er treytað av ímyndan. Gaman í hava vit vissu í matematikkini, men hon hevur aftur fyri einki við veruleikan at skaffa, hennara dómar eru púra analytiskir. Allir pástandir um veruleikan eru grundaðir á royndir og eru treytaðir av orsakasambandi, sum í sínum lagi bara er nakað sum vit billa okkum inn. Øðrumegin er próvførslan hjá Hume so sannførandi, at vit eru noydd at taka við henni, men hinumegin tykist tað høpisleyst at hevda, at vit ongantíð kunnu tosa um vitan. Mær vitandi er tað ikki eydnast at mótprógva Hume, hóast mangur hevur roynt. Skil og kenslur Hóast teir nevndu filosofarnir vóru Jørgen-Frantzi bæði kunnigir og ein fyrimyndin, so var tað minni enn so alla filosofi hondum dámdi. Í mai 1929 skrivar hann til William Heinesen: >>Ikki Schopenhauer! Og hann ætli eg mær heldur ikki at lesa, nei, hasum skuffudáriinum haldi eg meg langt burtur frá. Eg lesi ymist so við og við sum eg í mínum organiska framvøkstri komi at tí. Tú tosaði eina ferð um leti hjá mær viðvíkjandi bókmentum. Í summum lutum er hetta rætt, í summum órætt. Eg havi lisið bæði Goethe, Moliére, Voltaire, Corneille og Anatole France, og heldur tú, at tað er komið inn í annað oyrað og út aftur úr hinum (og tað manst tú halda?), so fert tú skeivur. Eg havi ongantíð kent meg skyldugan at endurhugsa 19. aldar tankakrongul. Og viðvíkjandi spekulativari filosofi, so vekur hon sama mótboð hjá mær sum Indre Missión<<. (Dýrmæta lív). Fara vit nú aftur til >>Barbaru<<, so er tað hampiliga greitt, hví søgugongdin er flutt 50 ár í mun til søgnina, men haraftrat verður mótsetningurin millum skil og kenslur speglaður í hvussu leikur fer. Og ikki altíð skilinum til heiðurs. Sæð í mun til ta skilbundnu tilverufatanina hjá Jørgen-Frantz Jacobsen - krav um galliskan greidleika o.s.fr. - vildu vit hildið, at Andreas Heyde er hansara maður. Men sum tað púra greitt sæst av teimum tilburðum, har hann er uppií, so er hann latur og roynir at smoyggja sær undan har til ber. Hann er soleiðis ikki nóg dámligur at spæla leiklutin sum tann úrvaldi. Afturfyri er tað eingin ivi um, at Barbara - hon, sum umboðar kenslurnar ið verða feldar av køldum viti - er lýst, so at lesarin fær tokka til hana. At síggja til er viðvent í holuni: høvundurin fær lesaran at halda við kenslunum ímóti viti og skili. Og orðini hjá Gelsted renna okkum í hug. Hvat prestinum viðvíkur so er hann og hansara pietisma - hóast blanka útvortis - fulkomiliga burturvið í hesum høpi. Harra Pál er ein bloyta, pietisman óbrukilig, meðan kirkjan og Kingo harafturímóti eru ein ómissandi partur av føroyskari mentan. Í brøvum verður meira enn einaferð borið við júst Kingo: >>Tað er eingin lygn, at tað er Tú, sum av fyrstan tíð hevur víst mær á Kingo<< (til Chr. Matras), og William Heinesen og Jørgen-Frantz vóru samdir um, at Kingo hevði havt størri týdning í Føroyum enn í Danmark. Um Kingo-sjónarmiðið annars sigur Jørgen-Frantz soleiðis: >>Nú eri eg sjálvandi ikki Kingo-maður soleiðis sæð: Kied af Verden, kier ad Himmelen. Tvørturímóti eri eg av fullum hjarta >>kærur at Verðini<< (tað var Kingo kanska eisini) og tað er í hennara vandafulla spæli, at eg síggi lívsins stórleika og øgiliga og guðdómliga virði. Ein sterkur drykkur er lívið, í góðum og illum mennandi fyri tann, ið ikki fær ilt fyri hjartað av at drekka hann. Hetta skuldi verið perspektivið, eitt sindur banalt kanska, men alt sum skal hava alment gildi er á tromini av tí banala. Høvuðssakin er, hvussu tað verður ført fram<<. (Bræv til Christian Matras 20.8.37). Umboð fyri pietismuna Pietisman varð í sínari tíð sett í verk sum eitt svar til tann reypandi barokkin, sum Kingo er ein partur av. Pietisman kravdi ein persónligan kristindóm, har tíni viðurskiftir við Gud høvdu størri týdning enn tann teologiski boðskapurin hjá prestunum. Helst skuldu als eingir prestar vera. Í Danmark - og Føroyum - fekk pietisman ógvuliga lítlan týdning, og høvuðsárinið man vera sálmarnir hjá H.A. Brorson. Harra Pál er sendur til Føroya sum umboð fyri pietismuna, men longu frá fyrstu tíð er tað gjørt lesaranum greitt, at hann er ógvuliga fegin við tað sum hesumegin er, og at hansara sendiferð tí var dømd frammanundan. Eitt dømi um, hvørjar fastatøkur heimurin hevur á harra Páli, er frá illveðursferðini til Havnar, har menuettin frá fransavitjanini melur í høvdinum á honum. Tá ið hann er ringast sperdur, er tað ikki ein sálmur ið rennur fram fyri hann, men lagið frá menuettini sum Barba dansaði við franska admirálinum. Verðin sigrar í øllum. Í einum av sínum seinastu brøvum til William Heinesen skrivar Jørgen-Frantz: >>Við hesum vóni eg í stóran mun at hava fingið skil á Harra Pál sum ein í veruleikanum sansalig, ærusjúk, men fáfongd barokkmenniskja<< (7.-10.2.1938). Harra Pál, umboðið hjá pietismuni í Føroyum, er ikki sjálvur pietistur. Annars fær lesarin fær so líðandi varhugan av, at skaldsøgan ikki er vorðin akkurát soleiðis, sum av fyrstan tíð ætlað. Teir sum umboða skynsemi eru, tá ið søgan er av, ikki líka lýtaleysir sum frammanundan. Teir hava laðað sær ein kyniskan verjugarð, so at teir ikki verða fløktur upp í tað veruliga lívið. Johan Hendrik Heyde gjøgnumskoðar í stóran mun samanhangin, men hann vil heldur - kortini ikki órørdur - krógva seg handan bøkur og speisemi. Rationalisma uttan kenslur er minst líka ótespiligt sum tað at lata kenslurnar valda í øllum. Eingin av høvuðsleikarunum í skaldsøguni tykist at finna hesa javnvágina. Afturfyri finst hon væl og virðiliga hjá løgmanninum Sámal Mikkjalssoni, men tað hevur kanska sínar serligu grundir? Í brævi til Trónd Olsen dagfest 20. december 1937 skrivar Jørgen-Frantz: >>Gott var tað, at tær dámdi kapitlið um ferðina um Vágafjørð. Tú bilsnast um, at eg havi dugað at skrivað hetta. Men tú má minnast til, at eg eri av góðum útróðrarblóði! Havi eg kanska ikki sjálvur verið í stórum vanda, so hava fedrarnir verið tað, og okkurt kámt minni úr bátinum hjá Rádna Bónda spøkir kanska enn í høvdinum á mær<<. Rádni Bóndi var pápi Samuel Pedersen, sum er tann løgmaður ið hevur sitið longst í embætinum. Hann tók við sum løgmaður í 1706 - sama árið sum Peder Arhboe kom til Føroya - og sat líka til 1752. Samuel Pedersen er greidliga fyrimyndin til skaldsøgunnar Sámal Mikkjalson - á donskum Samuel Mikkelsen - og tá ið tú verður varur við, at abbi Samuel Pedersen æt Samuel Mikkelsen, so er tað so líkatil. Tann hóvligi Sámal Mikkjalsson, sum altíð hevur tamarhald á støðuni, er slekt hjá Jørgen-Frantz Jacobsen. Ein brennidepil av rákum Hugburðurin mótvegis tilverufatanini hjá persónunum í >>Barbu og harra Pál<<, avdúkingin av teirra sjálvsfatan, hevur týðuligan íblástur frá La Rochefoucauld. Hann var háaðaligur og tískil krígsmaður, men gjørdist sum frá leið í staðin tann skeptiski eygleiðarin av lívi og levnað, og hansara >>Maximes<< (1664-78) snúgva seg í høvuðsheitum um avmarkingarnar hjá mannabørnunum. Tá ið vit halda nakað ella gera so ella so, er tað altíð við støði í sjálvsøkni. Handan allar rósverdar eginleikar húsast altíð sjálvgóðskan. >>Barba og harra Pál<< er ein brennidepil av ideologiskum rákum. Í skaldsøguni hittast barokkur, pietisma og upplýsing. Haraftrat føroyskt og danskt. Jørgen-Frantz Jacobsen vildi vera blaðmaður og politikari, men hesum forðaði sjúkan fyri, og hann gjørdist í staðin skald. Tey politisku sjónarmiðini eru fyri tí ikki slept og koma væl og virðiliga til sjóndar í skaldsøguni. Kærleikin til Føroyar varð tíðum orðaður, kanska inniligast í hesum brævi til William Heinesen: >>Eg hevði mist evnini til at kenna minstu gleði, hevði eg ikki Føroyar at verma sinni mítt. Hetta veri sagt uttan sentimentalitet ella patos. Men soleiðis er tað. Heldur fátækur alt lívið, men føroyingur, enn altráan at vinna sær óføroyskan frama<<. (Dýrmæta lív). Hetta eru orð, sum ivaleyst enn eru verd at leggja sær í geyma. Ljóðbylgjur bóru boð Seinni partur >>- Líka veit eg, annaðhvørt hetta verður søga at kalla ella bara támutar kenslumyndir, men í hvussu er, so er søgan sonn, og sigur hon frá mær sjálvum...<<. Vit prenta í dag fyrra part av stuttsøgu eftir Gudmund Bruun. Søgan varð prenta í >>Jól í Føroyum<< Vetrardagar og annars, tá ið ófýsiligt var uttandura, høvdu vit sama spælið inni í roykstovuni, tí roykstova var í Sandagerði eins og køkur. Tað var ein gomul, føroysk roykstova, sum hon eigur at vera, bróst og bitar vóru sótgingin frá teirri tíð, tá tey dag og dagliga hirdu eld á grúgvuni, gamal fýrstaður var eisini, og uppi yvir hekk ímpotturin enn í skerðingi, og á moldgólvinum vóru enn bæði stabbar og krakkar. Men rættuliga var hon tó ikki roykstova kortini, alt var mest sum deydligt harinni. Betri kann eg ikki lýsa hetta enn at siga, at vit tosaðu altíð heima um at fara uttar í roykstovuna, meðani grannfólkini, Mass Berg og Julianna, altíð fóru innar í roykstovuna. Okkara roykstova lá har í øllum góðum, men tó mest sum útskotin í húsinum. Aldri var kykt á fýrstaðinum, uttan tá genturnar ætlaðu at kóka sær ræst kjøt ella ræstan fisk, tí at sovorðið roykilsi torgaði mamma ikki í køkinum. Men heilt lá hon tó ikki fyri eitt eiti, tí at hon var spælirúmið hjá mær og tí minnist eg hana eins væl og roykstovuna hjá Massi, har eg kom hvønn dag og sá eldin lýsa og mangan fekk mær ein góðan drýl og ein turran seið. Har inni høvdu Lena og eg sama spælið sum niðri á sandinum, bara at bekkirnir í bátinum ikki vóru steinar, men krakkar, men har inni spældi eg eisini einsamallur, og tað kundi ofta vera so stuttligt. Eg átti ein lítlan holbát, og pápi átti ein størri borðbát, sum eg kundi læna við hvørt, tá ið eg lovaði ikki at vera óskoytin. So spældi eg mær við báðar bátar. Roykstovugólvið var Høvdasund, annar báturin var Sigmundar og annar Tróndar. Sigmundur sigldi fram við hinum og høgdi spennið, so at Tróndar bátur hvølvdist, og Tróndur fór út fyir borð - hann var ein lítil pinnur. Men eg var aldri so miskunnsamur sum Sigmundur á sinni, eg skildi hann við høvdið. Altíð helt eg Sigmund tann dagin hava verið eins býttan og Dávid, tá ið hann hevði havt í hond at drepa Savl. At eg altíð spældi, at eg var Sigmundur og bardist við Trónd, var pápi atvoldin í. Honum dámdi ofta seinnapartin at fara og reika eitt sindur í Havnardali, har hann kundi vera einsamallur, og ofta tók hann meg við. Og meðan vit so gingu, segði hann mær frá søgum, frá Flokksmonnum og illu Beintu í Miðvági og Eiriksboða og frá Vágardreinginum, ið tók gívrastakkin, men mest segði hann mær frá Sigmundi og Tróndi, og einki spældi eg heldur enn, at eg var Sigmundur. Mong ár seinni, tá ið vit vóru á ferð í Danmørk, segði pápi eina ferð við meg okkurt sovorðið sum, at hann hevði lítið ansað eftir tá á døgum, at hann hevði sjálvur lagt kærleikan til Føroya so djúpt niður í meg, sum hann gjørdi á hasum ferðunum bæði í Føroyum og síðani í Danmørk, >>men,<< legði hann afturat, >>sum eg sjálvur hevði sett mær fyri at vera Føroyingum ein Føroyingur og Donskum ein Danskari, so vildi eg eisini, at tú skuldi kenna tað land, har sum tú vart føddur!<< Sum eg nú sat har á steininum og hugdi upp á mylnuspælið, sum eg aldri mátti nærkast, rann mær í huga eitt vakurt summar, tá ið eg næstan hvønn dag spældi, at eg var hin navnframi oyggjaskeggin. Í grannhúsinum hjá Massi var hetta summarið ein genta og vitjaði, sum æt Sára; síðani giftist hon til Viðareiðis og doyði ung. Vit vóru javnaldrar, og ikki var sørt, at eg eitt sindur legði hug at henni. Vit spældi sera væl sam. Eg var Sigmundur, hon Túrið Sigmundarkona, og ein stórur steinur í garðinum, har sum grind var sett millum mylluna og grótgarðin var Tróndur, og myllan sjálv var borg okkara í Dímun. Bæði ísenn vardu vit borgina og díktu sum best steinin - eina tíð við greinum úr havanum, síðani við hømiliuleggjum, sum minni sviðu í hendurnar. Nú var Tróndur við yvirlutan, og meðani Sára var standandi og díkti, leyp eg oman, fór úr teimum donsku skónum, sum ikki toldu sjógv, leyp á berum skóleistum frá einum steini oman á sjógv, so at vatnið rakk upp um øklarnar og legði meg fram eftir rommum á ein stein eitt sindur uttarlaga og svam har, so frætt og so leingi, eg orkaði, meðan megineinkjan vardi borgina. Tá ið hon so ikki tímdi meir, fóru vit innan í roykstovuna hjá Massi og hjálptust at fjálga um lítla Leiv Øssursson, dukku hennara. Tað var fyrsta barnasorgin, eg minnist til, tá ið Sára fór norður aftur; eg royndi at fáa dóttur Fýsukasar at avloysa, men hon skildi einki av tí og stóð bara og bíndi. Ikki veit eg, hvussu leingi eg sat har og læt barnadagarnar glíða fram fyri sjón, men á sinni reistist eg, fór at taka í klinkubandið hjá Jógvani - eingin heima - eg fór so upp á gjøt niðan í Havnardal. Eisini har var leingi alt heimligt og kent. Har hevði eg gingið við Jógvani smádrongur at savna lesull heim til teirra. Nøvnini á hvørjum plássi hevði eg gloymt, men landslagið mintist eg á aftur, og tað var sjáldsamt, sum hetta landslagið ríndi við sál mína. dri havi eg fyrr ella seinri upplivað sovorðið, men bágið verður at siga tað so, at onnur duga á at skyna. Eg havi staðið, har sum norðursjógvurin grammur brýtur inn á Jútlands høgu sandklittar, og í teimum norsku fjørðum, har vatnið er kvirt og alt innibyrgt av óføra høgum og kavataktum fjøllum. Eg havi staðið við tey stóru vøtn í Svøríki, har bjørkaviðurin speglar seg niður í vatnið vakrar sólskinsdagar ella í Týsklandi og Belgiu hugt út yvir ovurstórar nálaskógir, eg havi sæð snjófjøllini í Schweiz og Miðalhavsins bláu bylgjur, og allastaðni hevur landslagið rinið soleiðis við meg, at eg noyddist at hugsa: >>Hvat er hetta tó frálíka vakurt: - alt stórtøkið hvørt á sín hátt.<< Men í Havnardali varð øðrvísi. Har kendist ikki ovurhonds vakurt, men bara so heimligt. Øllum hinum kundi eg fara frá aftur við turrum tárum, men har kundi eg einki annað enn at fara longur framá í heilum. Har kendi eg tann dagin, hvussu rámandi Símun av Skarði hevði lýst hesa føðilandskensluna, tá ið hann segði: >>Tú tekur meg at tær so tætt í tín favn!<< Føðilandið er sum ein mamma, ið dregur barnið til sín, so at aftran er ikki møguligt, og um brnið kemur langt burtur frá henni, so hevur hon tó somu dragandi megi. So langt fór eg, at eg ikki kendi meir, og fór so aftur oman í Sandagerði. Men tá ið eg náddi brúnna, har eg so ofta smádrongur hevði gingið yvir um, fór eg hinumegin ánna og ætlaði mær at finna ein stóran stein, har eg hevði verið vanur at sita saman við mammu og bíða eftir pápa, tá ið han verið í Kirkjubø. Eg hugsi, at eg fann aftur á steinin - í hvussu er har í nánd. Nú hendi nakað sjáldsamt. Í áðni hevði runnið mær týður til alt, eg hevði sæð. Men sum eg sat har, var tað sum alt fyri eitt kuldin kom í meg, og eg fór at nøtra og piprast í øllum kroppinum. Hetta varaði bert eitt lítið bil, men mær varð tó dátt við, og nú var tað sum alt var uttan fyri sjón mína, alt var vorðið undarliga myrkt, og steinarnir glógvaðu sum stór ónd eygu, ið stardu upp á meg. Sólin ehvði goymt seg aftan fyri skýggj, og eitt lítið lot kendist, men sovorðið skuldi tó ikki fingið vaksnan drong at rista og hvøkka við. Okkurt mundi vera undir. Ikki vardi eg tá, at ein útlendskur vísindamaður, Sigmundur Freud, hevur gjørt okkum grein á sovorðnum og sagt frá, at sovorðið kemur av einumhvørjum, sum vit hava upplivað á sinni, men ikki hugsa um meir. Men kortini fór eg at hugsa um, at tað mundi vera okkurt frá fornum døgum, sum eg hevði gloymt, men sum tó rein við meg enn, tó at eg ikki visti av tí, og eg fór at hugsa um, hvørjum eg hevði gingið saman við her úti. Ein var Niels úr Kirkjubø. Hann kom ofta inn á gólvið hjá okkum, og mær dámdi hann sera væl, tó at summi søgdu hann vera ikki rættsiktaðan. Tá ið hann hevði fingið sær ein bita ella ein kaffimunn, fór hann at syngja og at dansa púra einsamallur á gólvinum. Eg helt hann var avgamlan. Í hvussu er, mundi hann hava verið húskallur hjá Pram-Gad presti, tí hann segði mær frá, at bæði hann og konan vóru so óføra fitt og fólkalig. Konan vav ikki lítið, og tað dámdi einki teimum fínu frúunum í Havnini, sum hildu, at ein prestakona átti helst at sita upp á stas, og enn minni dámdi teimum, at tey bæði fóru á gólv, tá ið góður føroyskur dansur var. Men so yrkti prestur ein tátt um hetta sama, og hann sang Niels, so at í dundi: >>Kom alle mine Piger o kommer nu og kom, og svinger i Dansen jer lystelig om!<< Men so dugdi hann eisini ein annan song, sum gjørdi, at eg helt hann hava verið skipsmann á ungum døgum hjá Tordenskjold. Mamma hevði sagt mær, at eina ferðina hevði Tordenskjold bert einans mannin eftir, og hann græt, og so rann fram fyri meg, at hesin sami maðurin hevði verið Nies, tí at so livandi var hann uppi í, tá ið hann sang: >>Holmens faste Stok<<, at hann mundi ivaleyst hava verið á døgum, tá ið Tordenskjold livdi. Við honum hevði eg verið her av og á, men ikki mintist eg aftur á nakað, sum kundi gjørt meg ræddan, frá teimum løtum, eg hevði ferðast her saman við honum. Men nú ranntað fram fyri meg. Tað var ein gomul genta, sum næstan hvønn tann einasta dag hevði fylgt hagar út. Rakul æt hon, og hon ferðaðist hvønn dag millum Havnar og Kirkjubøar við vørum til bóndans. Eg visti so dánt, nær hon og hin gamli, hvíti klyvjarhestur vóru væntandi, og á fjóstekjuni njósnaðist eg eftir, nær tey mundu fara at koma undan, og um ikki so var, at bátar vóru væntandi eisini, rann eg alt í einum ímóti teimum og fylgdi teimum eitt sindur á leið. Bæði vóru gomul; tá ið eg hugdi upp á hennara langleitta og rukkuta andlit undir turriklæðnum, hugsaði eg ofta um, annaðhvørt hon ella rossið var eldri. Onnur søgdu hana hava heldur seinført gongulag, men eg mátti næstan renna, um eg vildi fylgja við, og var skjótt útlúgvaður. So setti hon meg upp at ríða millum klakka, og um so mamma kom at síggja meg, var eg erpin. Ofta var hon fámælt, við hvørt meira mælsk, og so hevði hon mangt at siga frá. Hon visti um alt, sum búði úti í haganum, um álvar og risar, dvørgar og huldufólk, og ikki segði hon frá sum fólk flest, ið ikki trýr sjálvt, at sovorðið er; hon hevði mangan sæð at hon sjálvt hevði verið ein huldugenta, sum huldufólkið hevði lagt út á vøll, tá ið tað hevði tikið eitt mansbarn til sín, og sera syrgin var hon, at hon kanska aldri slapp við inn í himin, tá ið hon andaðist, men skuldi koma aftur til huldfólkið í Reyninum. Tá ið hon segði frá øllum hesum forna, sum longu tá var farið at leggjast á deyðastráð, so livnaði tað upp aftur, og ofta helt eg meg sjálvan síggja okkurt løgið, tá ið eg fór heim aftur einsamallur. Einki segði hon tó, tí at hon ætlaði at ræða óvitadreingin, tí øllum trúði hon sjálv, og hon lærdi meg, hvussu eg kundi vara meg; eg skuldi helst lesa faðirvár og signa meg, og um eg ikki mintist á faðirvár, skuldi eg bara nevna Jesu navn. Tað var eitt sindur øðrvísi, enn sagt er í søgubókum okkara; men í roynd og veru var tað ein góð kristilig prædika, sum hin gamla pátrúna Rakul hevði. Eitt barnsligt faðirvár av innstum hjarta rekur verri fananskap burtur frá okkum enn bæði álvar og huldufólk. Nú hon liggur undir moldum og vónandi hevur fingið betri heim enn huldufjallið, eri eg í áminningini eins góður við hana og eg var, tá ið vit fylgdust við Sandánna. Ræddi hon meg eitt sindur, so gav hon mær tó góðan lærdóm. Men eitt var afturat, sum eg var bangin fyri har úti, og eina ferð hevði eg orðað við hana um hetta sama, men hon skildi púra einki av tí, og tað, sum eg ræddist fyri, var at møta Tróndi gamla. Ofta kom eg í Sorenskrivarahúsini, - konan var systkinabarn pápa, - tá ið embætismenninir komu saman til veitslu. Tað var altíð stuttligt. Lítið skildi eg av tí, sum sagt var. Tað var sum ein óskrivað skipan teirra ámillum, at ikki skuldi tosast um fólk og helst ikki um føroysk viðurskifti - einki slatur skuldi koma burturúr. Teir tosaðu um heimland sítt, um mentunarlívið, yrking, sjónleikir og ymist sovorðið, sum eg ikki dugdi at skyna á. Men tó var stuttligt. Eg lá undir skriviborðinum hjá sorinskrivaranum og spældi mær, at eg var ein ræðuligur varðhundur. Tá ið tey eldru komu framvið, fór eg út og goyði og beit. Hinum lítla, fína amtmanni dámdi ikki rættuliga hetta. So blíður hann var, vildi hann, at børn skuldu vera góð og still. Men hinum tókti synd í barninum, og teir gjørdu so væl at hvøkka við, tá ið hundurin var illur. Lítið ansaði eg eftir, hvat tey høvdu á lofti, men eina ferð hevur tað tó verið føroysk viðurskifti, tí eg minnist, at ein segði okkurt sum, at Tróndur í Gøtu livdi enn í Kirkjubø. Meira skildi eg ikki; men mær var dátt við, tá ið eg hoyrdi hetta. Mundi tað vera satt? Pápi hevði sagt mær, at Sigmundur var bæði deyður og grivin, men aldri hevði eg frætt, at Tróndur var deyður, og tey róptu hann jú eisini >>gamla,<< og meðani tey eldru longu vóru farin at tosa um onnur evni, rópti eg alt í einum, sum eg síðani fekk at vita: >>Livir Tróndur enn í Kirkjubø?<< Tey eldru kávaðu sum skjótast útyvir; men eg kundi ikki gloyma hetta. Og so ein dagin eg eri við pápa uppi við hæddarmerkið, hermenninir høvdu sett upp, sigur hann: >>Hygg, hvussu alt liggur óskert, sum tað hevur ligið í túsund av árum. Tú kundi næstan trúð, at tú her úti ein dagin kundi sæð Trónd koma reikandi!<< So var eg vísur í. Eisini pápi helt, at vit kundu møta honum her, og síðani ræddist eg. Aldri hevði eg hoyrt tey vøkru orðini: >>Gev teimum Tróndar skarpa vit, men Sigmunds bjarta hjartalit.<< Í eygum mínum var Tróndur bara blótmaðurin, gandakallurin, kristnifíggindin. Tiltøk Møtir, fundir o.o. tiltøk Meinigheitshúsið í Havn Missiónsvikan '98 heldur fram í kvøld kl. 20, har Niels J. Nielsen talar. Meinigheitskórið syngur. Sunnudagin kl. 14 verður familjumøti, har Gentukórið syngur. Sunnukvøldið kl. 18 møti, har Niels J. Nielsen talar. Emmauskórið syngur. Sunnukvøldið kl. 21 eftirmøti, har Niels J. Nielsen talar. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 19: Møti. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli. Biðið verður fyri sjúkum. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin, Tórshavn Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti v/ Palle Petersen. Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bøn. Sunnukvøldið kl. 18: Møti v/ Palle Petersen. Mánadagin kl. 17: Smáskótar. Mánakvøldið kl. 19: Skótar. Týsdagin kl. 17: Club 7 up. Ebenezer Sunnudagin kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøldið kl. 21: Útimøti. Mánakvøldið kl. 20: Bønarmøti. Mikukvøldið kl. 20: Uppbyggingarmøti. Hóskvøldið kl. 20.30: Ungdómsmøti. KFUM & KFUK Eldrasamkoma verður mánadagin kl. 15 í KFUK v/ Suna Joensen. Evni: Frásagnir. 4. grein (eldri KFUK skótar) koma saman í KFUK mánakvøldið kl. 19.30. Øll eru vælkomin til okkara tiltøk og fundir. Hoyvíkar skúli Sunnudag kl. 14.00: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18.00: Møti við Tórbjørn & Co. Oasan Bønarmøti verður mánakvøldið kl. 20.00, lovsangs- og bønarmøti. Øll eru vælkomin. Meinigheitshúsið á Skála Í kvøld kl. 20 ungdómsmøti við heimligum kreftum. Sunnudagin kl. 13.30 sunnudagsskúli og sunnukvøldið kl. 19 møti. Streingjakórið venur týskvøldið kl. 19.30. Frá Lívsins Orð Barnamøtið leygardagin kl. 17. Møti sunnumorgunin kl. 10.30. Keldan í Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús v/ Helga Abrahamsen. Sunnudagin kl. 17: Møti v/ fríum vitnisburðum. Sunnudagin kl. 17: Barnamøti. Toftir Í kvøld kl. 20 verður hugnaløta í kjallaranum í Missiónshúsinum fyri: Sjómonnum, útróðrarmonnum, egnarum og øðrum. Á skránni verður ymiskt til álvara og gaman. Vælkomin! Hvalvíkar Missiónshús Missiónsvikan heldur fram í kvøld kl. 20 v/ Sámal P. í Grund og Teir 4 í Havn syngja og enda. Innsavnan til húsið. Sunnudagin kl. 15: Familjumøti v/ Kristian M. Petersen. Sunnukvøldið kl. 19 tala Regin Høgnesen og Martin R. Jacobsen. Hannis Hansen syngur. Innsavnan til H.M. Øll eru hjartaliga vælkomin. Stýrið Sangfundir í Sandoynni Um vikuskiftið verða sangfundir í Skálavík og Skopun. Í Kelduni í Skálavík leygarkvøldið kl. 20 og í Samljóð í Skopun sunnudagin kl. 16. Systkini >>Á Váli<< luttaka við sangi og Jákup Olsen talar. Øll eru vælkomin. Samkoman í Elim á Sandi Missiónshúsið á Tvøroyri Vikuskiftisfundirnir halda fram leygarkvøldið kl. 20 v/ Niklas Mikkelsen og Petur Jacobsen. Sunnudagin kl. 14 verður sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18 verður møti v/ Niklas Mikkelsen og Petur Jacobsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Færøsk-Dansk Forening ÅBENT HUS mandag d. 2. febr. kl. 19.30, Grønlandsvegur 56, Tórshavn. >>Færøerne i billeder<< v/ Georg. Santa Jørunds Gildi, Tórshavn Gildisfundur verður mánakvøldið 2. febr. kl. 19.30. Felagið Pinkubarnadeyði hevur opið hús annan leyg-ardag í hvørjum mánaði frá kl. 14.00. Vit hittast í Jákupsstovu, J. Paturssonar-gøtu 24, Tórshavn. Nærri fæst at vita á tlf. 17940, 43363 ella 17261 Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir Leygardagin kl. 17 og 22.30 Sunnudagin kl. 11 og Kl. 20-21.30 AA-evnisfundur í Tórsgøtu 5. Mánakvøldið kl. 20 í Tórsgøtu 5. Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld.. Sunnudagin 1. februar: Fernisering kl. 15-17: Gundur F. Mikkelsen, 22 ár, reportagu- og listfotografur úr Vestmanna, opnar framsýning. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Andlát ... 23. januar Dánjal Norðbø, Sandi, 91 ára gamal. Eliesar Meinhard Mohr, Fuglafirði, 58 ára gamal. 24. januar Sigurd Andrew Andreassen, Viðareiði, 49 ára gamal. Ingvard Vang, ættaður úr Kaldbak, búsitandi í Havn, 79 ára gamal. Hjørdis Haraldsen, ættað úr Miðvági, búsitandi í Keypmannahavn, 67 ára gomul. 25. januar Óla Jákup Christiansen, Skála, vanliga nevndur Agga, 81 ára gamal. 27. januar Jákup Toftum, ættaður úr Hvalba, búsitandi í Havn, 66 ára gamal. Jensina Bærentsen, Havn, 88 ára gomul. 28. januar Petronella Sofía Margretha Kunoy, Tórshavn, 89 Ein heilsan til Emmu Winther, lækna á 80 ára degnum 4. februar. Fuglafjørður, tann 24. januar 1998 Fuglafjørður, tann 24. januar 1998 So langt aftur sum til fimmtiárini sært tú eina unga, vakra kvinnu fyri tær. Hábærslig og tignarliga fara um gøtur og stræti í Fuglafirði. Hon var í einum sjaldsama vøkrum grønum frakka, ið klæddi væl til tað brúnu læknataskuna, sum fylgdi henni um tún, Skarðið og Fuglafjarðarboðar, tá ið hon var í læknaørindum. Seinni hevði hon bil - tann fyrsti ein Anglia, sum hóskaði so sera væl til tann grøna frakkan og tað brúnu taskuna. Soleiðis sást Emma líka til áttati árini fara húsanna og bygdanna millum - still og samvitskufull. Hon røktaði Fuglafjørð, Leirvík, Gøtu, Hellurnar, Oyndarfjørð og Elduvík. Bygdirnar norðanfyri lógu so fjart frá tí vanliga samskiftisminstrinum. Vegasambandið til Oyndarfjørð og Hellurna kom ikki fyrr enn 1968. Og gjørdi hetta vegasambandið, at høgligari var at fara norðurum. Men áðrenn tað, varð farið við báti ella til gongu, og mundi onkuntíð vera heldur ótespiligt at fara um Skarði á stummari nátt ella norður um Fuglafjarðarboðar. Emmu skal ikki lastast fyri, at henni ikki dámdi so væl at fara um Fuglafjarðarboðar sum at fara um Skarðið. Emma setti seg væl inn í streymviðurskiftini, so hon visti altíð hvussu rákið var, tá ið hon fór norðurum. Ikki skuldi mannfólka yvirbrá lata kávalæti styra henni, tá ið um Djúpini skuldi farast. Hon setti seg inn í hesi viðurskifti eins nágreinliga sum lækni, ið kannar sjúklingin. Sagt var her í bygdini, at onkur útróðrarmaður ringdi til Emmu, tá ið hann vildi hava at vita hvussu útróðralíkindini mundu fara at verða, tá ið um streym og rákið galt. Sigast kann at mikil skaldskapur var og er kring um hesa kvinnu, sum legði nógv fyri at koma fram til málið - til sjúklingin. At vera lækni á sløttum lendi, er lítið í mun til hvat tað er, tá ið tú skalt fara upp um dalar og fjøll og sjóvegis leggja til brots fyri at veita ein linna ella ein lætta. Alt hetta kundi verið úr aldar gamlari søgu, men er hetta so stutt síðani. Emma var góð við síni sóknarbørn og tey við hana. Ikki varð sagt, at eg fari til læknan, nei, her var sagt: Eg fari niðan, norður, heim ella oman til Emmu. Emma var móðirin sum veitti troyst - lyfti og lætti, tá ið svárast stóð til. Hennara vitan var ikki einans knytt at einum embætisprógvi sum lækni, men hon hevði eisini eitt stórt innlit í menniskjasálini. Hon kom nógv á gátt hjá okkum, tí móðir var so sjúk av liðagikt. Tað skal verða sagt, at tignarligari gesti kundi sólin ikki seta dám á. Hennara mildu orð og ráð gav sjúklinginum tryggleika og vón. Málburðurin var so vakur. Hon segði tygum og sjúklingurin segði Emma. Tá ið hon var farin út á trappusteinin, var alt gott, og bert góðar vónir vóru fyri framman. Hetta var ein partur av skaldskapinum, men hugsa tær, tá ið farast skuldi um Skarðið til Hellurnar og Oyndarfjørð í stormi og kavaroki? Tá skuldi sannur dugnaskapur og skil til. Á einum sinni, miðskeiðis í fimmti árinum, var boð sent eftir Emmu at koma norður til eina barnakonu í Oyndarfirði. Hetta var antin í febr. ella í januar. Sjóvegis var ikki hugsningur um at fara. Tað varð ikki klúgvandi um Fuglafjarðarboðar, men farast mátti um Skarðið. Hóast kulda og guvurok varð herjað á. Edvard á Bakkanun og Símun Abrahamsen vóru fylgisneytar hennara. Sagt var við Emmu, at hetta var kanska ovboðið at fara. "Nei," svaraði hon, " tað var sjúklingin, tað galt." Hon var gongufólk, og høvdu hesir garpar ilt við at fylgja henni. Oyndfirðingar gingu til bytis, og møttust tey Uppi í Klyv oman fyri Hellurnar. Í hesum døgum bar Emma sjálv barn undir belti, og mundi tað vera Dávur, sum fjálgur lá í móðirlívi og lurtaði eftir vindi og guvum. Annars eydnaðist ferðin væl, móðir og barn komu væl undan. Sjógvin dámdi Emmu lítið. Hon vildi heldur ganga. Einum øðrum føri, tá ið boð var at koma norðurum, varð farið við einum av motorunum hjá Pidda. Gjarna vóru tað Jógvan hjá Biritu, Alexandur hjá Sigvaldi og Pól í Køk, ið fóru hesa leið við læknanum. Pól í Køk var við á hesi ferð, sum hugsað verður um, men tað var ov nógv sjóvarilska, tá ið komið var norður á Boðarnar, so vent varð við aftur til Fuglafjarðar. Veðrið var annars gott á landi, men hann stóð høgt, og run var undir Gøtueiði, nei, tá er ikki so gott á sjónum norðanfyri, so apostlarnir vóru aftur tiknir til hjálpar. Poul Martin á Trøðni og Pól í Køk fóru á Skarði, og er sagt um hesa ferð, at hon skuldi verða so ógemeina hugtakandi, tí veðrið var so gott. Kavi og klárt, og hevur tú einaferð staðið á Skarðinum ein slíkan dag og sæð tindarnar nomið við tað snjó-kløddu fjallakvirruna, leingist tær aftur til slika stund. Soleiðis kundi tað eisini bera á. Gongufelagirnir vóru við allan dagin og fylgdu við í hesi læknaligu herferð frá byrjan til endan. Ikki var altíð so lætt at koma at lendingunum á plássunum norðanfyri, og er dømi um, at lína varð knytt um miðjuna á Emmu og so við fullari ferð inn ímóti og so eitt lop í føvningin á sterkum monnum, sum tóku ímóti. Hetta var ikki gamansleikur, men skuldi dirvi og royndir til at leggja so nógv fyri. Sagt er eisini frá, at umstyringin á einum av bátunum var fyrigingin, so bakkast mátti tann líðilanga veg aftur til Fuglafjarðar. Sigast kann í dag, at tað er gott at henda tíð er farin, men kanska skuldu vit skattað okkara egnu viðurskifti meira enn bara at grenja og njóra. Tolin trívst, og tolin var Emma. Nevnast kann esinin, at á sumrið var tað Marius á Miðstovugeilini, ið førdi hana norður um við 5-mannafarinum Miðstovubátinum. Hesin bátur varð smíðaður á verkstaðnum hjá Jacob O. Jacobsen í Fuglafirði umleið 1950. Hetta var síðsti bátur, ið abbi Danjal J. Anthoniussen í Ansastovu, bátasmiður úr Oyndarfirði smíðaði. Hetta lítla far við tí føgru drotningini Emmu á toftubekki er eins vøkur sum Afrika drotningin. Hon silgdi millum há trøð og grønar viðalundir, men Emma silgdi og gekk millum há fjøll, veðurbard og væl tilevnað av hesari raðfesting. Tað var annað bedatt! Ikki so sjaldan gingu Eyðun og dreingirnir henni til møtis á Skarðinum og lættu um hjá henni. Leggjast skal afturat, at vandaleyst var tað ikki at fara um Skarðið, tí tarvurin var ikki altíð so blíður. Onkuntíð vendi hon við aftur og fekk Alexandur Abrahamsen at fáa tarvin burtur frá, so farvegurin var tryggari. Var tað ikki vindur, kavarok og sjóvarilska, ið darvaðu, var tað "sogar" tarvurin, ið hon skuldi stríðast við. Ringar bilferðir vóru eisini út eftir. Somuleiðis í kavaroki heilt út á Selatrað, og mundi hon hava tað svárt onkuntíð, tí ikki var svøvnurin nógvur. At hava havt vakt eitt heilt vikuskifti, og so tørna til aftur mánamorgun, kundi kennast tungt, men ikki sást tú hetta á Emmu. Hon var tann sama Emma. Áðrenn Emma fekk bil, vóru tað Jógvan Øregaard og Marius Petersen, ið koyrdu hana læknaørindi. Tá ið hon hevði keypt sær bil, er vert at nevna eina ferð, sum var frá Fuglafiðri til Funningsfjarðar. Vegurin millum Fjarða var ikki liðugur, so gangast mátti eitt fitt petti til Funningsfjørð. Hon skuldi til Elduvíkar, og var bátur fyri henni her og flutti hana. Men tað gjørdist so ókyrt, at hon mátti ganga inn aftur til Funningsfjarðar. Veðrið var ikki av tí besta - vátakavi og vindur. Tá ið hon kom til bilin, hevði hon mist lyklarnar. So til gongu til Skálafjarðar, at fáa onkran har at lyrka hurðina upp. Hetta eydnaðist, men tá hevði Emma fingið bruna í beinið, men tað var eingin góð mamma, sum hjálpti her. Hvussu var og ikki, hon mátti beinanvegin aftur til verka, tí læknaboð var eftir henni at koma út á Skála. Eg hugsi, hetta hevur myndað kvinnuna og lagt eina ál afturat lívsburði hennara, tí var hon okkum so kær, og haldi eg, at medferðin bar boð um hetta. Nú tygum røkka tey áttati, er dráttur um Fuglafjarðarboðar. Teimum leingjast at síggja tygum standa í styrihúsinum saman við Pól í Køk, ella hvat halda tygum um varðarnar uppi á Skarði? Har er orðadráttur millum hesar steinsettu gubbar, at ikki ber tað til, at Emma er áttati? - Jú, tað skal sigast teimum, og vónandi senda teir tygum blíðar tankar, nú hetta runda tal er rokkið. Hjartaliga til lukku á áttati ára degnum. Heilsan Frits Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið nýggjan stjóra Í tíðindaskrivið frá stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina verður sagt frá, at Allan Skaalum er settur sum stjóri. Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið nýggjan stjóra. Hann eitur Allan Skaalum, er ættaður úr Vági og er 34 ára gamal. Hann skal avloysa Sjúrð Horsdal, sum segði seg úr starvi í desember í fjør. Allan Skaalum er útbúgvin cand. merc. við strategiskari leiðslu og marknaðarføring sum høvuðsgrein. Afturkomin til Føroya byrjaði Allan Skaalum í Føroya Banka, har hann starvaðist í gott 3 ár. Eftir hetta var hann í 2 ár á Oljufyrisitingini, inntil hann í apríl í 1997 fór í starv á Arbeiðsloysisskipanini. Fyrst sum fíggjarleiðari og eftir at Sjúrður Horsdal segði seg úr starvi hevur Allan Skaalum verði settur stjóri á Arbeiðsloysisskipani. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Rógvi Johansen skal við til DM Súkkling: Rógvi Johansen úr Vági ætlar sær at gevast við súkklingini, tá árið í ár er av. Men fyrst skal hann luttaka í DM-kappingini At vera súkklari í Føroyum er ikki altíð so stuttligt. Veðrið er ikki altíð so gott, og tá tú sum Rógvi Johansen býr í Vági, eru venjingarumstøðurnar ikki av teimum bestu. Sum hinir føroysku súkklararnir loysir tað seg nógv betur at fara út um landoddarnar, um ein veruliga skal fáa góða venjing. Og einkultstartserfrøðingurin Rógvi Johansen ætlar sær eisini á venjingarlegur uttanlands í ár. Í februar fer hann til Lanzarote, og í apríl ætlar hann sær eisini til Mallorca at venja. Hann hevur eisini teknað seg til tríggjar stórar kappingar í ár - DM, NM og svensku kappingina Vättern Runt. - DM-kappingin er jú ein sterk kapping, men eg veit ikki enn, hvønn bólk eg komi í, sigur Rógvi, sum sostatt ikki rættiliga kann siga, hvat hann væntar sær av danmarksmeistarakappingini. Hann sigur, at í eini kapping í Nyborg í fjør súkklaði hann saman við Jens Knudsen, sum varð nummar tvey í NM seinast. Hóast formurin hjá Rógva ikki var av tí besta tá, var hann minni enn tveir minuttir aftan fyri Jens Knudsen. So kanska er okkurt at heinta í hesi kappingini. Seinasta árið hjá Rógva Rógvi Johansen hevur súkklað í eini seks-sjey ár, og hann sigur, at árið í ár verður tað seinasta hjá honum á hægsta stigi í Føroyum. - Tað fer alt ov nógv tíð við tí, og tað er eisini ein pengaspurningur allan vegin ígjøgnum, sigur Rógvi, sum leggur afturat, at venjingarlegurnar eru tað dýrasta. Hann hevur roynt at fingið stuðul ymsastaðni, men ofta endar tað við, at súkklarin sjálvur noyðist at rinda bróðurpartin av venjingarleguni og tí, sum hartil hoyrir. - Tað tekur nógva tíð, um tú skalt gera tað ordiligt. Til stuttleika kann eg nevna, at eg ikki havi verið í býnum í eini fýra ár. Sjálvt 1. januar var eg á súkkluni. Í miðal haldi eg, at fýra tímar av degnum eru farnir til venjing seinastu árini, sigur hann. Eins og við øllum øðrum ítróttargreinum fær ein mest burtur úr at venja saman við øðrum, heldur enn at venja einsamallur. Her hevur Rógvi Johansen ofta havt ein trupulleika, tí hann leingi var einasti suðuroyingur, sum veruliga gjørdi nakað við súkklingina. - Nú havi eg fingið ein ungan og evnaríkan súkklara, Kára Brattaberg, at venja saman við, og tað ger tað eitt sindur lættari, sigur Rógvi, sum tó ásannar, at tað er tann ungi, sum fær mest burturúr. Sjálvur er Rógvi 33 ár, men: - Tey plaga at siga, at súkklarir hava langan aldur. Bjarne Riis er eisini 33 ár, og hygg hvat hann megnaði í fjør. Tá tú hoyrir um súkkling, eru tað sum í so nógvum øðrum føroyskum ítróttargreinum tey somu nøvnini, ið sum oftast ganga aftur. Teir meira etableraðu súkklararnir í Føroyum eru eisini so smátt komnir upp í árini, og Rógvi heldur ikki, at tað eru so nógvir ungir súkklarar, sum kunnu taka við. Onkur er tó, og her nevnir Rógvi venjingarfelagan hjá sær Rúna Brattaberg sum ein, ið hevur tíðina fyri sær. Skeivt at satsa so nógv upp á OyL Avbjóðingarnar til føroyskir súkklarar eru eisini rættiliga spjaddar. Seinastu árini hava Grand Prix-kappingar verið á summarstevnunum, og í fjør varð eisini skipað fyri Statoil Kring Føroyar-kappingini, so eitt sindur hevur kortini verið seinastu tíðina. Men tað er framvegis Oyggjaleikirnir, sum er størsta gularótin. - Eg haldi tað vera skeivt at satsa so nógv upp á Oyggjaleikirnar. DM- og serliga NM-kappingin eru góðar kappingar hjá føroyingum at vera við í, heldur Rógvi og vísir á, at Oyggjaleikirnir bert eru annaðhvørt ár. Annars eru í løtuni ætlanir um at stovna eitt súkklufelag í Vági. - Vit hava tosað við kappróðrarfelagið um samstarv. Vit mugu viðganga, at kappróðurin í Vági og í Suðuroynni sum heild er sera illa fyri. Eitt rættiligt felag av hesum slag hevði uttan iva givið betri møguleikar fyri peningaligum stuðli fra sponsorum o.s.fr. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Tungvektarar hittast Hondbóltur: Áhugaverdasti dysturin hetta vikuskiftið man vera tann í Vestmanna millum VÍF og Kyndil Í dag verður hol sett á triðja umfar í endaspælinum hjá bæði kvinnum og monnum, og áhugaverdasti dysturin hetta vikuskiftið sær út til at vera tann millum VÍF og Kyndil í Vestmanna. Hóast Kyndil so at siga ongan møguleika hevur fyri at gera seg galdandi í toppinum, eftir at teir síðsta vikuskiftið taptu móti H71, eru dystirnir millum VÍF og Kyndil altíð áhugaverdir. Hetta eru tungvektararnir í føroyskum manshondbólti. Í løtuni eigur Kyndil 27 føroyameistaraheiti og VÍF 17. Vit skulu heilt aftur til 1956, tá SÍF varð meistari, fyri at finna eitt annað lið enn hesi bæði, sum er endað ovast. Annars hevur Neistin fýra og StÍF trý FM-heiti. Síðsta vikuskiftið vann VÍF sannførandi 33-22 á KÍF, meðan Kyndil tapti >>knald-eller-fald<<-dystin móti H71. Í løtuni sær út til, at VÍF um góðar tveir mánaðir fer at fáa sítt 18. meistaraheitið í hús, men tó eru tvey lið, sum eru av eini aðrari áskoðan. StÍF er framvegis bert eitt stig aftan fyri vestmenningar og hevur í ár eisini eitt lið, sum veruliga kann vinna FM. Strandingar spæla í dag á Skála móti KÍF, og hetta eigur á pappírinum at vera ein avgreiðsludystur hjá StÍF. Men móti kollfirðingum er ilt at spáa um úrslitið, tí KÍF hevur jú eisini høllina á Skála sum heimavøll, so dysturin í dag stendur millum tvey staðkend lið. Triði dysturin í bestu deildini hjá monnum hetta umfarið verður ikki spældur fyrr enn mikudagin og er millum Neistan og H71. Neistin hevur álvarsligan tørv á stigum, men tað fyri H71 ræður eisini um at halda tørn fyri ikki at missa sambandið við tey bæði oddaliðini. Eingin oddadystur hjá kvinnunum Hjá kvinnunum er kappingin brotin um tvøran við trimum liðum í toppinum og trimum í botninum. Eingin oddadystur verður hjá kvinnunum hetta vikuskiftið, og á pappírinum bendir lítið á, at støðan fer at broytast nakað í dag. Men eitt er hvat stendur á pappírinum, eitt annað er veruleiki. Spyr bara neistakvinnur, sum fingu ein rættiligan hvøkk í Vági fyri skjótt tveimum vikum síðani og ikki fingu sigursmálið fyrr enn í evstu løtu. Kortini má sigast, at Neistin er favorittur í dystinum móti GÍ á Kambsdali í dag. Størsti favoritturin hjá kvinnunum í dag man tó vera nýggja oddaliðið StÍF, sum seinasta vikuskiftið vann á Neistanum í Havn, og sum nú tekur ímóti VB á Skála. VB vann botndystin móti Stjørnuni síðsta sunnudag, men tað skal nógv til, um vágskvinnurnar skulu fáa nakað við sær heim aftur í kvøld. Kvinnuliðið hjá Kyndli liggur í løtuni á triðja plássi, ájavnt í stigum við Neistan og tvey stig aftan fyri StÍF. Kyndil spælir í dag í Klaksvík móti botnliðnum Stjørnuni, og heldur ikki her sær út til at vera nakar ivi um úrslitið. Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Torleif skal veljast av nýggjum Fótbóltur: Torleif Sigurðsson stendur fyri afturvali sum FSF-formaður Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum í er formansval á skránni. Lógirnar siga, at annað hvørt ár skal formaður veljast, og annað hvørt ár skal næstformaður veljast. Tað árið, tá formaðurin verður valdur, standa tríggir aðrir nevndarlimir fyri vali, og tað árið, tá næstformaðurin verður valdur, standa tveir aðrir nevndarlimir fyri vali. Tað er møguleiki hjá fundarluttakarunum at koma við uppskotum til nevndarlimir, men royndirnar siga, at tað so at siga kemur ikki fyri, at aðrir eru í uppskoti, enn tey uppskotini, sum koma frá nevndini. Umframt formannin, Torleif Sigurðsson, standa Dánjal Andreasen, Jákup Simonsen og Karl Vidtfeldt fyri vali, og okkum kunnugt, so taka allir við afturvali. Tað er einki sum bendir á, at formaðurin í FSF tey bæði komandi árini ikki fer at eita Torleif Sigurðsson. Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Bara gamlir í 5. deild Fótbóltur: Uppskot til samtyktar er lagt fyri aðalfundin hjá FSF um, at leikarar í 5. deild skulu vera fyltir 30 ár Fram hevur lagt eitt uppskot til samtyktar fyri aðalfundin hjá FSF í dag. Uppskotið snýr seg um, at allir teir, sum luttaka í 5. deild menn, skulu vera fyltir 30 ár 1. januar í kappingarárinum. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Fram, at 5. deild menn er ein motiónskapping. Teir vísa á, at aldursmarkið í old boys deildini er 35 ár, og vilja á sama hátt hava 30 ára aldursmark í 5. deild. Og so siga teir: - Flest øll 5. deildarliðini hava leikarar, sum eru yvir 30 ár, men tá finalurnar verða leiktar, verða liðini styrkt við unglingaspælarum og øðrum leikarum, og tá er tað ítróttarliga virðið burtur. Tí vil Fram hava reglarnar broyttar hesum viðvíkjandi. Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Færri feløg skulu hava meiri at siga Fótbóltur: FSF vil útihýsa feløgum frá at vera við, tá avgerðir verða tiknar, sum ikki hava fíggjarligu viðurskiftini í lagi og sum ikki luttaka í kappingum Burtursæð frá viðurskiftunum, sum hava við pengarnar millum spælarar og feløgini at gera, so er mest víðgongda uppskotið, sum aðalfundurin hjá FSF skal taka støðu til fyrrapartin í dag, uppskotið frá nevndini í Fótbóltssambandinum, sum gongur út upp á at skerja møguleikan fyri ávirkan á aðalfundin hjá feløgum, sum so at siga ikki hava skil á sínum peningaviðurskiftum og sum ikki eru aktiv í kappingum. Atkvøðurætturin FSF skjýtur upp, at tað verða gjørdar broytingar í grein seks í tí, sum teir kalla lógunum fyri Fótbóltssamband Føroya. Higartil hevur staðið, at >>atkvøðurætt á aðalfundinum við einari atkvøðu hava feløgini og nevnd FSF's.<< Nú verður skotið upp, at tað verður lagt afturat, at >>Bert feløg, sum hava síni fíggjarviðurskifti í lagi við FSF, hava atkvøðurætt<<. Og so verður skotið upp, at tað verður lagt afturat omanfyri standandi: >>Fyri at hava atkvøðurætt skal felag hava luttikið í fótbóltskappingini við minst tveimum liðum, einum í vaksnamannadeildini og einum í ungdómsdeildini, undanfarna kappingarár<<. Smávegis broytingar Umframt omanfyri standandi, so skjýtur nevndin upp, at onkrar aðrar smávegis broytingar verða gjørdar. Higartil hevur staðið í grein fýra, at aðalfundurin verður hildin í januar mánaði. Nú vil FSF hava at standa, at hann verður hildin í januar ella februar mánaði. Higartil hevur staðið í ásetingunum fyri dagsskránna fyri aðalfundin, at kassameistarin leggur fram grannskoðan roknskap. Nú vil nevndin hava at standa, at >>Kassameistarin/formaðurin leggur fram grannskoðaðan roknskap<<. Nú vil nevndin hava, at grein átta verður broytt, soleiðis at tað stendur, at formaðurin í FSF skal vera formaður í fíggjarnevndini. Yngri spælarar í 1. deild FSF nevndin skjýtur eisini upp, at onkrar smávegis broytingar verða gjørdar í kappingarreglunum. Mest áhugaverda broytingin man ivaleyst vera, at nú er í uppskoti, at tað verður loyvt teimum at taka lut í vaksnamannadeildini, sum hava fylt 16 ár. Higartil hevur staðið, at spælari skal vera fyltur 16 ár 1. januar í kappingarárinum fyri at taka lut í vaksnamannadeildunum. Sagt við øðrum orðum so er ætlanin, at teir, sum hava fylt sekstan, tá ein dystur verður spældur, skulu hava møguleika at spæla við - eisini um teir hava fylt eftir 1. januar. Sama broytingin verður gjørd í kappingini hjá kvinnum, men har er aldursmarkið ikki 16, men 15 ár. Fleiri FM vinnarar Higartil hevur eingin FM vinnari verið hjá piltunum, sum spæla á hálvum vølli, men nú verður skotið upp, at vinnarin í hesi deildini verður nevndur føroyameistari. Sjálvt um tað ikki hevur staðið í reglunum, so hava vinnararnir í smápiltadeildini, smágentudeildini, gent-ur 10-12 ár og pinkudeildini verið kallaðir FM vinnarar, men nú skal hetta staðfestast í grein seks í kappingarreglunum. Onkur ivaspurningur hevur verið um, hvørjir reglar hava verið galdandi, tá tað hevur staðið á jøvnum, eftir at tvey lið hava spælt tveir dystir um eitt pláss í einari deild. Nú ynskir FSF at broyta grein sjey og trý tey fyrstu stykkini, soleiðis at eingin ivi verður um, hvat skal galda í framtíðini. Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tórsvøllur fer ikki at bíða eftir Fótbóltssambandinum Fótbóltur: Hóast nógv enn er eftir at fáa upp á pláss, so sigur Heðin Mortensen seg framvegis rokna við, at farið verður undir Tórsvøll í ár Heðin Mortensen ætlar sær á aðalfund hjá Fótbóltssambandinum fyrrapartin leygardagin. Hann er formaður í ÍSF, og tað er við tí kaskettini uppi á, at hann møtir á aðalfundinum: - Eg royni at møta á aðalfundi hjá øllum sersambondunum í ÍSF. Men eg skal ikki dylja, at sjálvt um tað er sum ÍSF formaður, at eg møti á fundi leygardagin, so eri eg áhugaður at hoyra, hvat fundurin hevur at siga um Tórsvøll. Eg hevði roknað við, at FSF fór at viðgera hetta sum serstakt mál, men tað síggi eg, at teir fara ikki at gera. Kortini ímyndi eg mær, at spurningurin fer at koma fram, sigur Heðin Mortensen. Halda kósina Stigtakarin til Tórsvøll vil ikki hoyra talan um, at tað er eitt skot fyri bógvin hjá Tórsvølli, at Fótbóltssambandið tykist vera tøvandi. - Tað hevði komið væl við, um FSF hevði viljað verið við av fullum huga, men at teir tykjast hava valt ta kósina, at teir heldur vilja vera brúkarar av vøllinum og harvið vera við til at tryggja raksturin, er teirra val, sigur Heðin Mortensen, sum ásannar, at higartil hava tað ikki verið ítøkiligar samráðingar við FSF um, undir hvørjum treytum FSF skal brúka vøllin. Men ber tað til at fara víðari við ætlanini, tá greiða ikki er fingin á leiklutinum hjá FSF? - Tað gera vit í tí sannføring, at FSF altíð fer at avgreiða sínar dystir, har sum tað eru flestir áskoðarar, og vit halda, at feløgini fara at gera tað sama, tá tey skulu taka avgerð um, hvar Europa Cup dystirnir skulu spælast. Og í mínari verð er eingin ivi um, at tað fara altíð at vera nógv flest áskoðarar í høvuðsstaðnum. Men ert tú vónsvikin av, at FSF ikki spælir meiri aktivt við í Tórsvølli? - FSF hevur gjørt av at seta 2,5 milliónir í, so vit kunnu ikki siga, at teir hava verið heilt passivir. Sum sagt so ivist eg ikki í, at teir fara at koma inn á onkran hátt, og sjálvt um teir gera av ikki at seta meiri í, so hevði tað komið væl við, um teir høvdu fingið tað byggifíggingina til vega, sum teir hava møguleika at skaffa okkum frá UFA, sum teir hava sjónvarpsavtalu við. Nógv at fáa upp á pláss Heðin Mortensen sigur, at hann roknar við, at eitt útspæl fer at koma frá fyrireikingarnevndini áðrenn ein mánaði er farin, og tað útspælið skal m.a. lýsa tey viðurskiftini, sum higartil hava verið ógreið: - Tað snýr seg millum annað um ognarviðurskift-ini til Tórsvøll, kostnaðarætlanina, fíggingina og raksturin. Tá hetta er komið upp á pláss, so fara vit í holt við at gera jørðarbeiðið, samstundis sum vøllurin verður detailprojekteraður. Gongur tað, sum vit hava roknað við, so fer tað at bera til at spæla á Tórsvølli eina ferð næsta ár, heldur stigtakarin, sum man vera meiri optimistiskur, enn tey flestu høvdu verið, tá so nógv er eftir at fáa upp á pláss. Men hvussu ætla tit at skipa ognarviðurskiftini? - Vit mugu bíða, til serfrøðingarnir eru lidnir við sítt arbeiði, men tað verður arbeitt við fleiri modellum. Vit hava hugt eftir, hvat teir hava gjørt aðra staðni, eitt nú í Parkini í Keypmannahavn og í Tromsø. Í báðum førunum er talan um partafeløg. Í Parkini eigur eitt partafelag vøllin, og eitt annað partafelag við somu eigarum rekur hann. Teir hava selt áskoðarapláss og losjur fyri at fáa pening til vega, meðan norska partafelagið í smáum bitum hevur selt sjálvan vøllin til áhugað, soleiðis at hesi eiga ein part av sjálvum vøllinum. Vit hava einki avgjørt enn, men hesir møguleikarnir eru frammi, umframt at møguleikin fyri einum sjálvsognarstovni eisini hevur verið nevndur. Heðin Mortensen sigur, at teir hava følt seg fyri hjá peningastovnunum, um møguleikan at læna restupphæddina, sum manglar í, eftir at upphæddirnar frá Tórshavnar kommunu, landinum, FSF og øðrum eru taldar saman, og lánistovnarnir hava verið positivir: - Men vit kunnu sjálvsagt ikki gera nakrar avtalur, áðrenn felagið, sum skal eiga og reka Tórsvøll er stovnað. Heðin Mortensen heldur, at tað fer at bera til at finna fram til eina loysn, sjálvt um tað skuldi víst seg, at FSF ikki fær byggifíggingina frá UFA: - Ein møguleiki er, at teir, sum skulu projektera og gera arbeiðini, átaka sær byggifíggingina í fyrstu atløgu. Rennibreytin og tíðin Tá vit spyrja Heðin Mortensen, um tað hevur verið upp á tal, at rennibreytin skal skerast burtur av upprunaligu ætlanini við Tórs-vølli, sigur hann, at eingin onnur ætlan fyriliggur enn tann, sum upprunaliga varð løgd fram. Og stigtakarin til Tórsvøll heldur, at tað hastar at fara í gongd: - Landið hevur játtað 2,65 milliónir í ár, og teir ætla at játta tað sama á fíggjarlógunum tey bæði komandi árini. Skulu vit fáa nyttu av pengunum, so er neyðugt, at vit byggja fyri teir í ár, og tí fara vit undir arbeiðið so skjótt, sum tað á nakran hátt ber til, sigur Heðin Mortensen, sum eftir øllum at døma fer at hava nóg mikið at takast við næstu mánaðarnar og tey næstu árini. Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo FSF fer ikki víðari við Tórsvølli beint nú Fótbóltur: Fótbóltssambandið heldur ikki, at málið um Tórsvøll er búgvið at hava á skránni sum sjálvstøðugt mál á aðalfundinum fyrrapartin í dag Fótbóltssambandið tykist eftir øllum sólarmerkjum at døma at vera steðgað á, tá tað snýr seg um Tórsvøll. FSF samtykti á aðalfundinum fyri tveimum árum síðani, at felagsskapurin skuldi seta 2,5 milliónir krónur í Tórsvøllin. Í tí sambandinum boðaði formaðurin, Torleif Sigurðsson, frá, at Fótbóltssambandið fór ikki at taka nakað annað stig, sum fíggjarliga ella á annan hátt bant FSF nærri ætlanini um Tórsvøll, uttan at hetta fyrst varð lagt fyri feløgini at taka støðu til. Heðin Mortensen, stigtakari til Tórsvøll, hevur fleiri ferðir sagt, at farið verður undir arbeiðið at gera Tórsvøll í ár. Men hetta tykist ikki hava skundað undir nevndina í FSF, at teir taka spurningin um leiklutin hjá felagsskapinum í Tórsvøll-ætlanini til viðgerðar á aðalfundinum í FSF, sum verður í Norðurlandahúsinum fyrrapartin í dag. Málið um Tórsvøll er ikki á skránni, sum er send feløgunum, og um tað skal takast upp, so verður tað gjørt í formansfrágreiðingini ella undir ymiskum. Hetta merkir ikki eintýðugt, at nevndin í FSF og aðalfundurin ikki hevur møguleika at taka avgerðir um at blanda seg meiri upp í Tórsvøll. Tá aðalfundurin fyri tveimum árum síðani heimilaði nevndini at seta 2,5 milliónir í ætlanina stóð Tórsvøllur ikki á dagsskránni fyri aðalfundin, men avgerðin varð tikin, eftir at formaðurin í sínari frágreiðing hevði heitt á fundin um at gera tað. Ikki búgvið Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, sigur, at hann fer at koma inn á Tórsvøllin í munnligu ársfrágreiðingini, sum hann fer at bera fram á fundinum fyrrapartin í dag, og tí leggur hann ikki so nógv í at gera viðmerkingar til Ítróttarsosialin, áðrenn tað verður gjørt og eitt orðaskiftið kanska hevur verið á aðalfundinum. Men formaðurin váttar, at tær 2,5 milliónirnar, sum aðalfundurin fyri tveimum árum síðani heimilaði nevndini at seta í Tórsvøll, framvegis eru á konto hjá FSF: - Vit hava fingið heimild at brúka hasa upphæddina til Tórsvøll, men vit hava ikki nortið pengarnar, tí tað er eingin, sum vit kunnu flyta pengarnar til. Og við at siga hetta nertir Torleif Sigurðsson við kjarnuna í ivaseminum hjá FSF. Upp undir aðalfundin hevur spurningurin um Tórsvøll verið viðgjørdur í nevndini hjá FSF. Ivaleyst er tað gjørt fyri at finna út av, hvat skal gerast og sigast um hetta á aðalfundinum, men tað er ikki vorðið til meiri enn ein partur av ársfrágreiðingini. FSF vil hava meiri ítøkiligt at vita um ognarviðurskifti, leiðslubygnað, kostnað, fígging og hvussu raksturin ætlast at hanga saman, áðrenn støða verður tikin til, hvønn leiklut FSF skal hava. - Eg havi áður sagt, at tað eru fleiri møguleikar, hvussu ognarviðurskiftini og harvið stýringin av Tórsvølli kann skrúvast saman, og eg havi ikki dult fyri, at mær hevði dámt væl, um hetta varð gjørt, uttan at Fótbóltssambandið var beinleiðis uppií, sigur Torleif Sigurðsson, sum staðfestir, at so leingi sum hesi viðurskiftini ikki eru komin upp á pláss, so heldur hann ikki, at málið er búgvið at viðgera víðari í FSF, men hann er áhugaður í at hoyra, hvat limafeløgini í FSF halda um hetta. Ongar samráðingar Formaðurin í FSF sigur, at teir sjálvandi kenna sína ábyrgd fyri Tórsvølli við teimum 2,5 milliónunum, sum longu eru játtaðar, og at pengarnir fara at verða fluttir, tá allar fyritreytirnar at flyta eru í lagi, men hann sigur eisini, at eingin avtala er gjørd um, at FSF skal brúka Tórsvøllin, bæði at spæla á og at hava umsitingina í hølum, sum ætlast at hoyra til vøllin: - Tað hava ongar samráðingar verið um hetta. Tað vil sjálvsagt siga, at vit vita ikki enn, hvat tað er, sum vit skulu taka støðu til, og so leingi, sum vit ikki gera tað, so ber ikki til at siga, hvat vit fara at gera, sigur formaðurin í FSF. Tórshavnar býráð enn ikki goldið klinikkassistentunum tað løn tær eiga Sum øllum kunnugt endaðu sáttmálatingingarnar hjá Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag við, at ein gerðarrættur mátti taka avgerð um, um avtalan, sum felagið og Tórshavnar býráð gjørdu í juni 1997, var galdandi, tá landsstýrið ikki hevði góðkent hana . TKST fekk viðhald í hesum gerðarrættarmálið 22. desember 1997 og skuldu klinikkassistentarnir sostatt fáa avtalaðu lønina frá 1. juni 1997 at rokna. Tað snýr seg um 4 klinikkassistentar, sum býráðið ikki vildi flyta upp á rætt lønarstig, men tað er býráðið so dømt til nú. Hóast tað sigur lønardeildin hjá býráðnum seg ikki verða føra fyri at avrokna hetta til komandi lønarútgjalding, t.v.s. at býráðið hevur havt 6 vikur at avgreiða hetta mál í, men enn hava klinikkassistentarnir so ikki fingið tað løn tær eiga tilgóðar. Skulu hesar bíða í 4 vikur afturat ella kanska 8 vikur? Hetta vísir bert at Tórshavnar býráð hevur ilt við at halda gjørdar avtalur, eisini um dómur er avsagdur í málinum. Klinikkassistentarnir á Tannlæknastovuni Kjeld Thomsen, telegrafistur Neyðarkall frá skipum At CQD merkir >>Come Quick Danger<<, er IKKI rætt Herfyri hoyrdu vit í sendingini >>Í Víngarðinum<< m.a. frásøgn um Titanic-ólukkuna. Sagt varð frá, at fyrst varð sent neyðarkallið CQD, sum í teimum døgum var vanliga neyðarkallið á morse. Tað er einki galið í hesum, men at CQD merkir >>Come Quick Danger<<, er IKKI rætt. CQ er kall á allar støðir, og verður eisini nýtt í øðrum høpi, m.a. nýta vit á Tórshavn Radio CQ, tá vit senda vind- og aðrar ávaringar. Fyri at gera vart við neyðstøðu, varð fyrr morsað eitt D afturat fyri at gera vart við at skip og manning vóur í vanda - Distress. Tað tyktist ofta so, at CQD var so mikið líkt tí, sum annars fór fram av morsing, at tað vakti ikki nóg stóran ans. Fyri at bøta um hetta varð nýtt morsu-neyðarkall tikið í nýtslu, tríggjar prikkar, tríggjar strikur og aftur tríggjar prikkar. Vanliga verður hetta nevnt SOS, men tað er heldur ikki rætt. Tá vit morsa SOS, senda vit tríggjar prikkar, millumrúm, tríggjar strikur, millumrúm, tríggjar prikkar. Í neyðarkallinum eru eingi millumrúm. Og til endans er at siga, at SOS merkir IKKI >>Save Our Souls<< - tað er jú greitt, at tá skip senda út neyðarkall, er tað ikki sálarbjarging hugsað verður um. Tað er ein roynd at bjarga skipi og manning. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - Eg eri klárur til oljuna... Sigur Johan í Kollafirðri, komandi oljumillióningur og filmsstjørna Skjótt fara øll í Føroyum at koyra í sovornum bilum, sigur Johan í Kollafirði, komandi oljumillióningur Mynd: Jens Kristian Vang - Tað er einki at ivast í, at ein oljuvinna kemur til Føroya, og tí eri eg longu nú farin at liva yvir evni. Hesum greiðir Johan í Kollafirði frá í samband við at hann hevur útnevnt seg sjálvan sum undangongumann fyri teir 45.000 milliónerarnar, sum hann sigur skjótt fara at búgva í Føroyum. - Eg skal vera tann fyrsti at banka uppá, tá ein boripallur kemur at liggja á Kollafirði, sigur Johan, sum í 1996 var í Stavangar fyri at búgva seg út sum oljuborara (Rough Neck). Enn er oljan ikki komin - men Johan í Kollafirði ætlar sær tó ikki at sita stillur og bíða eftir henni. - Eg haldi, at eisini onnur skulu sleppa at føla kensluna av at hava meira pengar, enn man orkar at brúka. Eg kundi hugsað mær, at bilurin kundi blivið brúktur til at koyra brúðarpør við, sigur Johan í Kollafirði. - Ella um einir fýra ungir, raskir menn ætlar sær eitt nú á konsert, so kundi eg lættliga koyrt teir, sigur hann. - Tað er bara hugflogið, sum setur avmarkingarnar - og so tað faktum, at bilurin við sínum 7.000 cm3 og 350 hestakreftum, tað sama sum ein lítil flúgvari, bert koyrir 2 km upp á liturin, leggur hann afturat. Jú, Johan hevur keypt sær ein nýggjan bil, sum tó ikki er heilt nýggjur - hann er farin um tey 40. ...og forrestin, so er talan um ein Chevrolet Bel Air '57 Wagon. - Eg keypti hann í Keypmannahavn, har hann hevur verið síðani 1971. Hann var bláur, men eg havi altíð ynskt mær at hava ein reyðan bil, sigur Johan í Kollafirði. Hann greiðir frá, at hann og nakrir vinir um kvøldarnar hava arbeitt upp á bilin, sum nú er nýsproytaður, reyður og hvítur. Um litin sigur Johan: - Eg má siga, at hann minnir heilt nógv um sokkarnar... - Annars koyrdu bæði Elvis og JFK í sama slag bili. Ja, sjálvt Bill Clinton sigst at hava ein, men hann er úti í einari so keðiligar gølu beint nú, at eg helst ikki vil snakka um hann, sigur Johan og bítur á kampi og setur knyklar í brýr. Havi hvørki bitið negl ella start út í tóman heim - Eg havi hvørki bitið negl ella sitið og start út í tóman heim ta seinastu tíðina, sigur Johan í Kollafirði. - Ókey ókey! Eg havi kanska bitið onkra negl, men tað, sum eg meini er, at eg havi ikki ligið á tí lætu síðuni. Og hetta meinar hann í álvara. Grundgevingarnar eru hesar: 1.- Eg havi týtt eina stutt(liga) søgu eftir Finn Søeborg úr donskum og lisið hana inn. Hon liggur á CD í Barnaútvarpinum hjá ÚF og bíðar eftir at verða send. 2.- Í september 1997 arbeiddi eg í ein mánað hjá B&U hjá Sjónvarpi Føroya og skrivaði eitt manuskript til eina krimi-parodi. Tað er ein lítil filmur í seks pørtum um ein privatdetektiv í Havn, sum eitur Johan - og sum av tilvild eisini eigur ein reyðan Chevrolet Bel Air árg. 57. 3.- Í desember kom tann heimabrenda fløgan >>Radio Kollafjørð<< út. Hon er 74,5 minuttir av reinum láturgassi. Eitt >>must<< fyri Radio-Kollafjørð-Entusiastin, sigur Johan og flennur. Hann leggur afturat, at hetta er aðru ferð, at hann fæst við fløguútgávu. Fyrru ferð var í 1989 við Springs - tann fløgan kostaði 100.000 krónur - hesaferð ætlar hann at sleppa bíligari, og tí brennur hann tær sjálvur so hvørt, sum fólk bíleggja tær frá honum. Higartil er brendar 46 fløgur, so onkrar dagar hevur skúrurin næstan boblað yvir av berari heimabrenning, sigur ein reyð-oygdur Johan. 4.- Eg havi verið til screen test hjá Katrin Ottarsdóttir í Keypmannahavn og fingið ein leiklut í nýggja filmi hennara, leggur Johan afturat. Og tá hann nevnir nýggja filmin hjá Katrin Ottarsdóttir, so er talan um einki minni enn ein høvuðsleiklut í dýrasta føroyska filminum nakrantíð, tí filmurin hevur eina fíggjarætlan upp á umleið 9 milliónir krónur - Og soleiðis kundi eg hildið áfram, sigur Johan í Kollafirði. Leo Poulsen Vit fyrireika okkum - Sambært Bjørn á Heygum í Dimmalætting verður málið um arbeiðsrætt lagt fram aftur, um landsstýrismaðurin ikki arbeiðir skjótt. Men vit vilja ikki hava fleiri krígsavbjóðingar, og tí fyrireika vit okkum, um tað hendir, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. Málið um Arbeiðsrætt Føroya, sum Bjørn á Heygum og Óli Breckmann løgdu fram á tingið týsdagin, hevur sum vera man skapt mikla øsing millum fakfeløgini. Og sum kunnugt var lagt upp til rættiliga orrustu hósdagin, tá málið skuldi til fyrstu viðgerð. Men sum eisini kunnugt var málið tikið aftur við teirri grundgeving, at tað var sett fram í skundi sum eitt hjálpitól hjá landsstýrinum í trætuni við Yrkisfelag HF- og studentaskúlalæraranna. Ingeborg Vinther sigur, at tað var fyri neyðini, at málið var tikið aftur, men at grundgevingarnar vóru láturligar. - Tá málið var lagt fram vóru grundgevingarnar tær, at vit máttu vera fyrireikað til eina møguliga føroyska oljuvinnu, men tá málið var tikið aftur, vóru grundgevingarnar nakrar heilt aðrar og láturligar, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag. Vera til reiðar - Men tað vísir seg, at hatta málið blívur við at spøkja, og tað eru serliga Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, ið eru so altráðir eftir at fáa ein arbeiðsrætt. Men vit hava greitt boða frá, at vit vilja einki hava við ein arbeiðsrætt at gera, sum verður kroystur niður yvir okkum. So vit liggja ikki á teirri latu síðuni, men fyrireika okkum til, at uppskotið verður lagt fram aftur, sigur Ingeborg Vinther. Fakfeløgini hava greitt boðað frá, at tey taka ikki undir við arbeiðsrætti, í hvussu er ikki í einum slíkum líki, sum uppskotið varð lagt fram á tingi. Haraftur ímóti hava fakfeløgini einki ímóti einum víðkaðum gerðarrætti, men hetta skal verða ein semja millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, uttan nakra sum helst uppíblanding frá hvørki landsstýri ella løgtingi. Avvísa uppskotið Sum skiltist eftir at uppskotið var tikið aftur, skuldi Kristian Magnussen, landsstýrismaður í arbeiðaramálum arbeiða víðari við hesum málinum, og m.a. senda tað til hoyringar hjá viðkomandi pørtunum. Men Ingeborg Vinther sigur, at verður talan um tað uppskotið, ið var lagt fram á tingi, so vilja tey einki hava við tað at gera. - Partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu sjálvir finna fram til eina loysn, og ein víðkaður gerðarrættur virkar bæði skjótt og væl. Og eitt slíkt uppskot, sum var lagt fram týsdagin, vilja við als ikki viðgera, sigur hon. Sum nevnt liggur FA ikki á latu síðuni í hesum døgum, men fyrireikar seg til, at hetta uppskotið kann verða lagt fram aftur. Og sum ein lið í hesum fyrireikingum fer FA at hava ein kunnandi fund um arbeiðsrætt týsdagin 3. februar, har teir báðir advokatarnir, Páll Nielsen og Sigmund Poulsen, verða við. - Vit vilja ikki hava fleiri krígsavbjóðingar, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag við Sosialin. Niðurstøðan Tey flestu hava nú gjørt sína egnu niðurstøðu í bankamálinum Jan Müller Lumpaðir enn einaferð! Hava danir slept bankamálinum, so krevur tað so mikið meira av okkum føroyingum at arbeiða við málinum. Uttan eina virðiliga loysn í hesum máli verða viðurskitini millum londini ongantíð at gerast góð aftur og í síðsta enda vil hetta vera bilettin til loysingina UTTAN iva eru flest øll við at verða mettað við tíðindum um bankakanningina. Helst er tað rætt, at henda kanningin tekur alt ov nógva tíð og orku, sum annars kundi verið brúkt til onnur týðandi mál. Men hetta er ein sannleiki við motifikatiónum. Tí vit eru noydd til at fylgja hesum máli "to the bitter end", sum tikið verður til. Tað ber ikki til nú - fyri tað um luftin er farin úr ballónini í Danmark - at vit føroyingar geva skarvin yvir. HER er ein bankakanning gjørd, og hon skal brúkast til nakað skilagott. Eru danir ikki sinnaðir til tess, so er tað so mikið meira okkara uppgáva at gera arbeiðið. Tað er tí sera áhugavert at vita, hvat tingmenn, landsstýrið og umboð fyri Fíggingargrunnin, sum vitjar í Føroyum, hava í kvittanum. Tað má so vera okkara vón, at formaðurin í Fíggingargrunninum, sum annars er slektaður úr Bø og higartil hevur víst seg at hava eina føling við, hvat fyrigongur og bylgist í Føroyum, er okkara maður. Júst Knud Heinesen kann vera føroyski trumfurin í hesi torføru kabalu. Hann er settur at umsita ein grunn, sum hevur til uppgávu at fáa føroysku samfelagshjólini at koyra aftur. Vit mugu so seta okkara álit til, at hesin maðurin ikki er enn ein trojanskur hestur hjá donskum politikarum, embætismonnum og bankafólki. Tað er so eisini ein sannroynd, at tað, sum tørvur er á í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, er nettup ein persónur, sum við tí røttu vitanini og innlitinum, kann byggja brýr aftur millum londini. OG Knud Heinesen veit, hvat rørir seg í føroyska samfelagnum. Hann veit eisini, at hóast nógvir danir halda, at føroyingar bara vilja geva Danmark skyldina fyri støðuna í Føroyum, so er hetta ikki allur sannleikin. Vit halda okkara skyldur í løtuni við at rinda okursrentur til Danmark fyri lánini. Knud Heinesen veit eisini, at endar bankamálið sum tað kundi sæð út í løtuni - við at Nyrup og hansara fólk - sleppa snikkaleys burtur úr øllum - og føroyingar ikki fáa eina uppreisn bæði moralskt, politiskt og peningaliga, so er hetta billettin til loysingina. Hvussu sambandskir og samríkishugaðir føroyingar enn eru tað, so fer eingin føroyingur at stuðla hesum samstarvi í framtíðini - um ikki teir seku í Danmark, tað verið seg banki ella politikarar vísa angur í orðum og verki. VIT teljast millum teirra, sum bera ótta fyri, at alt hetta skal detta á gólvið. Vit kenna okkum ikki trygg við Nyrup og hansara fólk, nú tónin frá tíðini beint eftir bankakanningina til eftir fólkatingsorðaskiftið aftur er broyttur fullkomiliga og aftur hevur fingið gamla innihaldið: at føroyingar hava alla skyldina sjálvir, at talan er um oysl og yvirforbrúk og at orsøkin til at støðan er so fræg sum hon er í Føroyum, skyldast tiltøkunum frá danskari síðu. FØROYINGAR eiga ikki at krevja pengar fyri pengarnar skyld. Vit eiga at krevja okkara rætt, og vit eiga at krevja virðing frá dønum. Og hesa virðing má danska stjórnin vísa í verki, antin tað so eitur kontantpeningur, minking av skuld osfr. Málið er so stórt og so álvarsligt, at vit bera ótta fyri, hvat fer at henda, um løgmaður einsamallur sleppur at rutta við hesum máli, eins og hann hevur gjørt við so nógvum øðrum málum. Demokratiið í Føroyum má røkka út um skrivstovu løgmans og hansara ráðgevar. Bankamálið er kanska nettup ein roynd at vita, hvussu væl demokratiið og okkara parlamentiska skipan virkar her heima. Hvussu vit kunnu fáa best burtur úr við at sameina allar góðar kreftir. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, fyrrapartin skýggjað og regn. Hitin millum 5 og 7 stig. Seinnapartin hækkar hann upp í norðan og tað klárar í, tó vátakava- ella kavaælingur. Hitin fellur niður í eini 2 kuldastig. Veðrið sunnudagin: Gul til stívt andøvsgul av norði, seinni av vestri. Fyrst okkurt ælið, seinni áhaldandi avfall, mestsum vátaslettingur. Hitin millum 1 og 4 stig. Móti kvøldi hækkar hann aftur upp í norðan við hvøssum vindi og kava- ella heglingsælingi. Hitin fellur til undir frostmarkið. Veðrið mánadagin: Hvassur vindur av norði, men hann minkar út á dagin. Kava- vátaslettings- ella heglingsælingur og hitin millum 1 og 4 stig. Týsnáttina gul av ymsum ættum og yvirhøvur turt. Veðrið týsdagin og mikudagin: Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og regn ella kanska vátaslettingur av og á. Hitin millum 2 og 6 stig. Í gjár: Eitt hátrýst yvir Bretsku Oyggjunum fer í landsynning og eitt lágtrýst yvir Grønlandsfjørðinum fer í landnyrðing og dýpist. Brúgvaløgini haðani fara um Føroyar í morgin. Í dag: Samstundis tekur eitt lágtrýst seg upp við Ísland og tað fer væntandi framvið Føroyum norðanfyri mánadagin. Aftaná kemur køld luft við ælingi av norði. Síðani kemur ein hátrýstryggur, men longu týsdagin kemur væntandi eitt nýtt lágtrýst við regni. Týsdagur 3. februar 1998 Løgmaður og Nyrup til London at hitta Blair Løgmaður hevur sent danska forsætisráðharanum bræv, har hann biður Poul Nyrup Rasmussen um seta seg í samband við bretska starvsbróðurin Tony Blair. Endamálið er at vita, um bretar eru fúsir til at viðgera marknatrætuna á politiskum støði. Løgmaður sigur við Sosialin, at ætlanin er framvegis at hava eina útbjóðing á føroyskum øki í ár, men markið er hægsta prioritet Danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, kemur nú uppí marknatrætuna millum Føroyar og Bretland. Tað er Edmund Joensen, løgmaður, sum nú hevur heitt á danska forsætisráðharran um at fáa fund í lag við bretska starvsbróðurin Tony Blair fyri harvið at fáa loyst marknaósemjuna millum Føroyar og Bretland á politiskum støði. Hetta vísir skjal, sum Sosialurin hevur fingið innlit í. Longu 27. januar varð bræv sent til Poul Nyrup Rasmussen við umrøddu áheitan. Í gjár kunnaði løgmaður alt landsstýrið um málið. Frammanundan hevur hann kunnað formannin í Uttanríkisnevndini. Við hesum brævi hevur løgmaður tikið danska forsætisráðharran uppá orðið. Hesin beyð sær undir Føroyavitjanini herfyri at geva føroyingum eina hjálpandi hond í marknatrætuni við bretar, um hetta var ynskiligt. Hann beyð sær at fara til London at hitta Tony Blair. Í samrøðu við Sosialin leygardagin sigur ein av fremstu limunum í bretsku samráðingarnevndini, Anthony Layden seg vera sera fegnan um úttalilsini hjá Poul Nyrup Rasmussen, og at bretska samráðingarnevndin fer at svara aftur, um eitt ella annað stig verður tikið av danska forsætisráðharranum saman við løgmanni. Við brævinum til Poul Nyrup Rasmussen er fyrsta stig tikið á hesi leið. Í brævinum stendur m.a.: "På baggrund af ovenstående vil jeg hermed venligst anmode dig om at rette henvendelse til den brittiske premierminister, Tony Blair, således, at denne for Færøerne yderst vitale sag bliver genstand for drøftelse på højeste niveau.^3 Brævið er undirskrivað av løgmanni. Uppá fyrispurning hví hann hevur gjørt at taka málið upp politiskt sigur løgmaður, at tað er tí, at tað hevur gingið so stiltið at røkka einum úrsliti við vanligu samráðingunum. Hann leggur annars dent á, at tað alla tíðina hevur verið møguligt at fáa málið uppá politiskt plan. Tað er tað vit gera nú, men tað er ikki so, at vit harvið siga embætismannanevndini upp. Tað er framvegis hon, sum arbeiðir við sakini. Men er tað ikki eitt sindur løgið í hesum tíðum við einum óloystum bankamáli hangandi yvir sær at heita á danska forsætisráðharran um hjálp - er hetta ikki nakað, sum vit føroyingar høvdu kunnað loyst sjálvir? Marknatrætan hevur einki við bankamálið at gera. Her arbeiða vit við eini nevnd, sum hevur føroyskan formann, og tað eru vit føroyingar, sum avgera, hvat skal henda. Men talan er jú eisini um eitt uttanríkismál, tí talan er um at áseta mark, og kunnu danir hjálpa okkum, so er tað gott. Skal málið uppá hægsta plan politiskt, so er tað forsætismálaráðið talan er um. Tí hava vit vent okkum tann vegin. Edmund Joensen sigur, at úrslitið av hesum verður helst, at Poul Nyrup Rasmussen og løgmaður fara til London at hitta Blair. Hetta er fult í tráð við tað, sum Poul Nyrup Rasmussen legði upp til undir Føroyavitjanini. Edmund Joensen sigur, at tað er heilt náttúrligt at royna tann politiska vegin, nú tað hevur verið samráðst uttan úrslit so leingi. Vit halda, at tíðin er komin til hetta stigið. Skal hetta skiljast sum ein falliterklering til formannin í føroysku samráðingarnevndini, at hann hevur ikki megnað sína uppgávu nóg væl! Tað er einki óvanligt við slíkari gongd. Tað kann ganga skjótt og tað kann ganga leingi. Í síðsta enda eru tað politikarnir, sum skulu geva eitt samráðingarmandat, hvussu langt partarnir skulu ganga og hvussu fram skal farast. Ein seinasta roynd Løgmaður vísir á, at tað nú eru tveir møguleikar eftir, annar er at semjast í politiskum samráðingum ella fara til Haagdómstólin. Hetta er so ein upplagdur møguleiki at gera eina seinastu roynd at fáa eina loysn á politiskum støði. Vit vilja nú royna møguleikan við eini politiskari rundu. Um tað so er at hjálpa samráðingarnevndunum at koma til eitt endaligt úrslit - lat okkum vóna tað - ella okkurt annað spyrst burtur úr, er ilt at siga uppá forhond. Uppá fyrispurning um oljulóggávan og ein lisensrunda eru ein partur av orsøkini til, at tað nú eru tikin stig til politiskar samráðingar sigur løgmaður, at vit nú í sjey ár hava roynt at fáa eina loysn, samtíðis sum vit hava fyrireikað okkum til eina oljuvinnu. Men eg havi sagt og endurtaki tað, at marknamálið verður prioriterað fyrst, meðan alt hitt má koma aftaná. Hann vísir annars á, at ætlanir eru um at bjóða út í hesum árinum. Spurningurin er, um vit kunnu bjóða út og hvat. Hetta er tað, sum er til viðgerðar millum serfrøðingarnar. Ein útbjóðing má undir ongum umstøðum gera okkum verri fyri í marknamálinum. Edmund Joensen sigur, at markið og ein útbjóðing eru tveir ymsir spurningar, men ein semja um markið fer at gera alt annað so nógv lættari. Vit spurdu løgmann, um tað var serliga skilagott at møta á seinasta fundi við bretsku samráðingarnevndina uttan at hava nakað útspæl! Eg haldi vit frá føroyskari síðu altíð eru komnir við nøkrum skilagóðum útspælum og tað, sum er gjørt í seinastuni, hevur verið serliga væl umhugsað. Sam-ráðingarnar eru í trúnaði, og tí kann eg einki siga um tað. Niclas Johannesen Stórt hall hóttir Skotlandsleiðina 1. apríl gongur sáttmálin, sum Skipafelagið Føroyar hevur gjørt um leigu av farmaskipinum Pasadena, út. Mangt bendir á, at hetta eisini gerst dagurin, tá Skotlandsleiðin fær sítt endaliga banahøgg Tað ganga helst ikki meira enn fjúrtan dagar, so hevur landsstýrið fingið boðini um, at Skipafelagið gevst við at sigla til Skotlands tann 1. apríl. Stjórin á Skipafelagnum Árni Joensen vil tó enn ikki vátta hesum. Hann sigur, at í løtuni vera allir møguleikar vendir - í samráð við størstu útflytararnar. Vit hava lovað at boða landsstýrinum frá í góðari tíð. Men hvørja niðurstøðu vit koma til, kann eg ikki siga nakað um enn. Milliónir í undirskoti Árni Joensen kann tó siga so mikið sum, at fíggjarliga hongur Grimsby-leiðin ikki saman. Hann vil ikki siga, hvussu stórt undirskotið er. Tað er tó greitt, at Pasadena kostar umleið 20 milliónir krónur at leiga um árið. Og skal roknistykkið ganga upp, skulu útreiðslurnar minka við okkurt um einum triðingini. Skotlandssiglingin kostar sostatt Skipafelagnum í minsta lagi fimm milliónir krónur árliga. Og tað er hesum undirskoti, illa sperda flutningsfelagið ikki kann liva við. Spurningurin hjá Skipafelagnum er so, hvørjir aðrir møguleikar eru. Ein er at leiga eitt bíligari skip. Men hetta merkir eisini at skipið verður minni. Og so verður trupulleiki at fáa feska fiskin á evropeiska marknaðin mánadag. Kann fiskurin ikki vera á marknaðinum mánadag, so kann alt vera líkamikið. Tí so eru aðrar og bíligari - og ikki føroyskar - leiðir at velja í hjá útflytarunum. Søkja ikki um stuðul Spurdur, um Skipafelagið fer at søkja um almennan stuðul til nógv umrøddu Skotlands-farleiðina, sigur Árni Joensen, at tað kemur ikki upp á tal. Hann sigur seg annars lættliga kunna finna fleiri grundgevingar, sum í longdini kundi gjørt, at tað loysti seg at stuðla leiðini. Men eg trúgvi, vit kunnu spara okkum. Tí so skulu pengar finnast á fíggjarlógini, sum longu er løgd. Nei, hatta er ikki ein møguleiki, eg trúgvi uppá, sigur ein dapurskygdur Árni Joensen. Hvat Skipafelagið fer at gera í hesum málið fer tó greitt innan 14 dagar. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Niclas Johannesen niclas@sosialurin.fo Leiðin sum fór av sporinum Málið um Skotlandssiglingina fekk av álvara almennan áhuga, tá fyrrverandi landsstýrismaðurin við samferðslumálum Sámal Petur í Grund í snarari vending avgjørdi at selja Teistan til Italia. Hetta var í desember 1996. Við hesum avhøvdaði hann eina rutu, sum í ferðamannahøpi var væl dámd, og sum eisini tá tað snúði seg um útflutning av feskum fiski fekk grundleggjandi týdning fyri føroyska fiskiídnaðin. Men hóast vaksandi undirtøkuna, gav leiðin allatíðina undirskot. Tað var eisini grundgevingin fyri at niðurleggja ið hvussu er ferðamannasambandið. Samstundis var Smyril ov lítil sum farmaskip. Hetta var eisini ein grundgeving fyri at selja. Ein spurningur um (mis)álit Kortini helt andsstøðan á tingi ikki, at talan var um væl grundaðan politikk í hesum máli. Í kjalarvørrinum á søluni av Teistanum leigaði landsstýrið norska skipið Clare. Hetta var tó ein so dýr loysn, at hon beinleiðis fekk løgtingsmenn at seta spurnartekin við góðu grundgevingarnar hjá Sámali Peturi við at selja Teistan. Málið gjørdist so heitt politiskt, at javnaðarflokkurin við Jóannesi Eidesgaard á odda valdi at leggja fram uppskot um misálitisváttan móti Sámali Peturi. Men misálitið hvar, og Sámal Petur stóð eftir við eini álitisváttan. Ivaleyst eisini tí, landsstýrismaðurin fekk hjálp frá Skipafelagnum Føroyar. Føroyska fyritøkan segði ja til at fara í holt við at sigla til Skotlands í fjørsummar. Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum, dylir í dag tó ikki fyri, at talan var um eina neyðloysn, sum hann tekur til. Ikki tí; farleiðin til Skotlands var ikki nakað nýtt fyri føroysku flutningsfyritøkuna. Longu áðrenn Smyril nakrantíð byrjaði at sigla, hevði Skipafelagið roynt seg á leiðini við leigaða skipinum Nordic, sum flutti feskan fisk til Skotlands. Seinni leigaði Skipafelagið seg so inn á dekkið á Smyrli, tá hesin fór at sigla til Skotlands við ferðafólki. Men hetta fekk ein enda, tá Strandferðslan (SL) sá, hvussu væl av peningini kundi vinnast upp á flutningin. Og so stovnsetti SL sína egnu flutningsdeild. Skipafelagið gavst tó ikki heilt við Skotlandssiglingini. Saga varð sett á leiðina. Og hetta bar til, tí Smyril sigldi úr Føroyum fríggjadag, meðan Saga sigldi týsdag. Men tá Smyril gavst og velduga skipið Clare sprongdi allan kapasitetstørv, seldi Skipafelagið Saga! Pasadena bjargaði óivað Sámali Peturi undan sum landsstýrismaður at fáa tað fyrstu misálitisváttanina frá Føroya Løgtingi nakrantíð. Kortini endaði Sámal Petur úti í politiska kuldanum, tá løgmaður koyrdi hann frá av øðrum orsøkum. Og kanska er tað lagnunnar speisemi, at sami løgmaður hevur arvað Skotlandssiglinga frá Sámali Peturi. Edmund Joensen umsitur nevniliga farmaflutning í dag. Spurningurin er um hann so vil bjarga undirskotsleiðina, sum tey flestu halda vera av alstórum týdningini fyri samlaða føroyska búskapin. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Áki Bertholdsen Fingu 92 milliónir í løn í fjør Eins og hjá teimum flestu høvdu arbeiðsmenn í Havn eina ávísa framgongd í fjør. Men framgongdin var ikki so stór sum hjá øðrum í samfelagnum segði formaðurin á aðalfundi felagsins leygardagin Eins og hjá teimum flestu í samfelagnum, høvdu vit eisini eina ávísa framgongd í fjør. Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag tóktist hampiliga væl nøgdur tá ið hann á árliga aðalfundinum, sum var leygardagin leit aftur um bak . Men hann mátti ásanna, at framgongdin hjá arbeiðsmonnum í Havn hevði verið minni enn hjá øðrum lønarbólkum í Føroyum. Limirnir í Havnar Arbeiðsmannafelag betala 1% av lønini í limagjaldið. Í fjør var limagjaldið 957.000 krónur. Hetta svarar til eina samlaða lønarinntøku hjá arbeiðsmonnum í Havn uppá góðar 95,7 milliónir. Í 1996 var samlaða inntøkan 92.950.000 krónur. Sostatt er talan um ein vøkstur uppá eini 3% í 1997, afturímóti 1996. Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag upplýsti fyri limunum, at hetta er heldur minni enn hjá øðrum samfelagsbólkum. Ein orsøk er, at útgjaldingarnar í fiskivinnuni eru heldur slakari í fjør. ­Tað eru tær, hóast fiskiskapurin undi Føroyum er munandi batnaður, og táttar nú í 100.000 tons aftur. Orsøkin til, at hetta ikki sæst so væl aftur í lønarútgjaldingum, er, at so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum. Men hann vónaði samstundis, at kunngerðin, sum skuldi tálma útflutninginum av óvirkaðum fiski, fer at bøta um støðuna sum frálíður. Men so segði Karl Johansen eisini, at táið kreppan var í hæddini í 1994, vóru lønarútgjaldingarnar til arbeiðsmenn í Havnini ikki meiri enn 88 milliónir. Tað vil siga, at síðani ringasta kreppuárið 1994, til í dag, eru lønarútgjaldingarnar til limirnar í Havnar Arbeiðsmannafelag øktar 8%. Rakti meinari í Havn Hann segði annars, at kreppan rakti arbeiðsmannin í Havn meinari enn hon rakti onnur í Føroyum. Frá 1989 til 1994 lækkaðu samlaðu lønarútgjaldingarnar í Føroyum yvir eina heila milliard, ella eini 30%. ­Men sama tíðarskeiðið lækkaðu lønarútgjaldingarnar í hjá arbeiðsmonnum í Havn heili 42%. Tær fóru úr góðum 154 milliónum, tá ið tær góðu tíðirnar vóru í hæddini, niður í 88 milliónir tað ringasta kreppuárið. Hetta sama tíðarskeiðið minkaði keypiorkan yvir 40%. Arbeiðsloysið vaks úr nøkrum fáum prosentum í 1992, upp í heili 23% í 1994. Í 1994 fluttu yvir 2.000 fólk úr Føroyum. Avreiðingar av fiski í Føroyum minkaðu úr góðum 110 túsum tonsum niður í 65.000 tons uppá nøkur heilt fá ár. Og skuldin hjá landskassanum vaks uppí seks milliardir. 61 arbeiðsleysir í Havn Karl Johansen segði eisini eitt sindur um arbeiðsloysið hjá arbeismonnum í Havn. Í 1995 fingu 106 limir í Havnar Arbeiðsmannafelag arbeiðsloysisstuðul. Í 1996 var talið komið niður á 92 limir og við árslok í fjør fingu 61 limir í HA arbeiðsloysisstuðul. Umrokna vit vøksturin í lønarútgjaldingunum frá 1996 til 1997 til størv, svarar tað til, at 20 limir fleiri høvdu arbeiði í 1997. Hann vísti eisini á, at í øllum Føroyum var arbeiðsloysið 23% tað ringasta árið í 1994. Síðani erarbeiðslysið støðugt minkað, og nú er tað millum 5 og 10%. Men hetta skal tó takast við einum ávísum fyrivarni, tí lítið er at ivast í, at nógv av teimum, su meru farin úr ALS, eru ikki farn tí, at tey hava fingið arbeiði, men tí at tey kunnu ikki verða longri í skipanini. Nógv av hesum eru tí farin á Almannastovuna. Karl Johansen segði, at hetta kundi bent á, at arbeiðsloysið er størri enn tey naknu hagtølini siga okkum. Karl Johansen fýltist eisini á, at hóast búskaparfrøðingar mæla til varsemi í fíggjarligu viðurskiftunum hjá landinum, tóktist lítil hugur vera fyri at brúka fíggjarligu framgongdina at styrkja samfelagið. Heldur er hugurin í so góður at økja nýtsluna og at gera íløgur sum meiri ella minni ikki loysa seg. Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Allir afturvaldir Fótbóltur: Allir teir, sum stóðu fyri vali í FSF, vórðu afturvaldir Einki annað uppskot til formann og nevndarlimir, enn tey, sum nevndin í FSF kom við komu fram á aðalfundinum í FSF. Tað var sjón fyri søgn, at fundurin var sera væl nøgdur við formannin, og Torleif Sigurðsson varð afturvaldur sum formaður við lógvabrestum. Torleif hevur verið í nevndini hjá FSF síðani 1981, og hann hevur verið formaður síðani 1982. At hann hevur stóran myndugleika og hevur gott hegni at manerera, var sjón fyri søgn á aðalfundinum. Dánjal Andreasen, Jákup Simonsen og Karl Vidtfelt stóðu eisini fyri vali, og teir vórðu eisini afturvaldir við lógvabresti. jan muller jan@sosialurin.fo Fundur við flokkarnar um bankamálið í dag Løgmaður ætlar at kunna umboð fyri flokkarnar um støðuna í bankamálinum í dag Edmund Joensen, løgmaður miðjar móti at kalla umboð fyri flokkararnar á fund í dag fyri at kunna teir um støðuna í bankamálinum, nú eftir at landsstýrið hevur havt fund við umboð fyri Fíggingargrunnin og við limirnar í serfrøðingabólkinum, sum er settur at kunna og vegleiða landsstýrinum um bankamálið. Løgmaður sigur, at tað verður lagdur stórur dentur á at fáa eina breiða semju í tinginum um hetta málið. Uppá fyrispurning um vit hava eina góða sak, sigur løgmaður, at tað kann hann ikki svara uppá í løtuni. Tað hevur verið sagt, at hetta er ein politisk sak millum heimastýrið og donsku stjórnina. Tað løgfrøðiliga, sum løgfrøðingarnir arbeiða við, kann eg av góðum grundum ikki úttala meg um enn. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Arbeiðsbólkur kannar bankafrágreiðingina Tað er miðfyrisitingin, sum hevur til uppgávu at koma við eini niðurstøðu um bankakanningina. Løgmansskrivstovan stendur fyri arbeiðinum, og hevur fingið føroyskar og danskar løgfrøðingar við í ein arbeiðsbólk Hóast væl er fráliðið, síðani bankakanningin varð almannakunngjørd, so hevur einki verið at hoyrt um, hvat føroyingar ætla sær at gera við málið. Fyribils er ein arbeiðsbólkur settur, sum skal koma við eini niðurstøðu - fyrst til løgmann, sum so skal kunna Landsstýrið og tingnevndirnar, sigur Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri.. Í arbeiðsbólkinum sita fólk á Løgmansskrivstovuni og Fíggjarmálaráðnum, umframt føroyskir og danskir advokatar. Umráðandi at fáa gott úrslit Spurd, hví tað tekur so drúgva tíð at fáa politisku skipanina at koma við einum útspæli, sigur løgmansstjórin, at hetta er eitt stórt mál. Hóast tað, so fer arbeiðsbólkurin at gera skjótt av, men løgmansstjórin vil ikki seta vikutal ella dagatal á, nær úrslit spyrst burturúr. Málið er eisini stórt, tá hugsað verður um, at frágreiðingin er 2.600 síður. Vit skulu eisini taka støðu til at rættarmál skal reisast - tað er eitt. Annað er um vit skulu taka upp samráðingar við danska statin o.s.fr.. Politikararnir hava sagt, at teir vilja vera rímiliga samdir úteftir. Tað er eitt gott signal, heldur Marjun Hanusardóttir.So mikið meira umráðandi heldur hon tað vera, at taka sær stundir at fáa eitt gott úrslit. Útvegað sær serkunnleika Hóast einki er komið fram um arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum, so er greitt, at løgmansskrivstovan hevur fyrireikað seg væl. M.a. hevði miðfyrisitingin longu útvegað sær løgfrøðisliga hjálp, áðrenn bankakanningin varð almannakunngjørd. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Lívið er eitt spæl Soleiðis eitur bókin sum Ráðið fyri ferðslutrygd gav út í seinastu viku. Bókin er týdd úr norskum, og er ætlað at verða ein partur av ferðsufrálæruni Í sambandi við, at bókin >>Lívið er eitt spæl<< varð givin út í síðstu viku, skipaði Ráðið fyri ferðslutrygd fyri einum tíðinda- og kjakfundi seinasta fríggjadag. Tað eru Bileftirlitið, Koyrilærarafelagið, Ráðið fyri ferðslutrygd og Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hava staðið fyri útgávuni, og tað er Sjúrður Gullbein sum hevur týtt bókina og umskrivað hava til føroysk viðurskifti. Saman við bókini fylgja 15 spurningar, sum Vár í Ólavsstovu hevur gjørt við grundarlagi í bókini. Spurningarnir eru ætlaðir sum upplegg til kjak millum lærarar og næmingar. Bókin verður latin næmingunum á koyriskúlunum ókeypis. Tað er ætlanin, at bókin skal verða partur av koyrifrálæruni. Á hvønn hátt tað verður skipað er ikki heilt vist, men í fyrstuni er tó ætlanin, at bókin skal verða partur av teoriundirvísingini hjá koyrilærarunum. Á fundinum fríggjadagin kom tó fram, at koyrilærararnir ikki eru heilt nøgdir við hesa loysn. Meira um tað seinni í greinini. Norsk upprunabók Bókin >>Lívið er eitt spæl<< er upprunaliga norsk. Tað er Erling Pedersen sum hevur skrivað norsku útgávuna, men Sjúrður Gullbein hevur broytt bókina soleiðis, at hon gongur fyri seg í Føroyum. Sjúrður Gullbein hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa teir ymsu smálutirnar uppá pláss, og vit kenna okkum aftur, tá farið verður um Gøtueiði og aðrastaðni við. Bókin snýr seg um, at ung gerast vaksin og skulu taka ábyrgd av sínum gerðum. Hon snýr seg um koyrimentan, og um tær fylgjur, sum standast av einari ógvusligari ferðsluvanlukku. Hon snýr seg um trý vinfólk, sum á ein ógvusligan hátt skulu taka støðu til lívsins veruleikar. Bókin er ætlað teimum 15 -19 ára gomlu, sum antin júst hava fingið koyrikort, ella sum skulu taka koyrikoyrt innan alt ov leingi. Ætlanin er at fáa tey ungu at hugsa seg um, áðrenn tey seta ov nógva ferð á bilin. Hugsa um hvørjar fylgjur tað kann fáa fyri tey sjálvi, vinfólk teirra og ikki minst familjur teirra, um eitt óhapp skuldi hent teimum. Koyrilærarnir ivast Sum nevnt omanfyri so ivast koyilærararnir um bókin skal verða partur av teoriundirvísingini ella um hon skal leggjast inn aðrastaðni. Hetta skal tó ikki misskiljast sum ein mótvilji frá koyrilærararunum móti bókini, men heldur um bókin verður brúkt á rættan hátt. Tað, sum koyrilærararnir vísa á, er, at tað í alt eru uml. 40 tímar til taks til teoriundirvísing, og at tað eru næmingarnir sum gjalda fyri hesa undirvísing. Skulu nú fleiri tímar leggjast á, skal tað so kosta meira at taka koyrikort, skulu koyrilærarnir gera eitt ókeypis arbeiði, ella skal minni dentur leggjast á okkurt annað í koyrifrálæruni so at bókin eisini fær pláss í verandi tíðarskipan. Koyrifrálæra í fólkaskúlanum Kjakið snaraði seg síðani inn á skúlarnar. Onkur koyrilærari skjeyt upp at heita á miðnámsskúlarnar, at taka bókina við í teirra undirvísing. Vár í Ólavsstovu, sum undirvísur við miðnámsskúlarnar svaraði, at hon helt ikki, at bókin var nóg >>djúp<< til at brúka við hesar skúlar. Bókin er lættur lesnaður, men hevur ikki tað sum skal til fyri at kunna brúkast sum eitt høvuðsverk, segði hon. Tá fall tosið á fólkaskúlan og um ferðslufrálæruna har. Í fólkaskúlanum hava tey ein tátt tey kallað >>Ferðsla<<, og her mettu tey flestu, at bókin hevði verið sera vælegnað. Tað ræður jú um, at fáa fatur á teimum ungu so tíðliga sum gjørligt. At fáa tey at hugsa um ferðslu og at hava tann rætta hugburðin, áðrenn tey fáa koyrikort. Uni Vestueið, politiinspektørur var eisini við á fundinum. Hann helt, at bókin fór at verða eitt gott amboð í koyrifrálæruni. Eftir hansara meting, var málbólkurin hjá bókini ikki bert tey sum taka koyrikort, men øll ungfólk. Uni Vestureið segði eisini, at hann helt hugskotið um at bókin skuldi brúkast í fólkaskúlanum verða skilagott. Relevant bók Bileftirlitið, sum hevur verið við til at fíggja útgávuna, var eisini við á fundinum. Jákup Jacobsen helt, at bókin var relevant fyri ungdóm. Bókin er løtt at lesa, og hon hevur spurningar sum leggja upp til kjak, segði hann. Hann kom eisini inn á >>Koyribókina<< sum kom út fyri stuttum. Tann bókin viðger eisini spurningin um koyrihugburð, men hon fer ikki í dýpdina við evninum. Tí er henda bókin vælegnað at brúka eisini. Niðurstøðan á fundinum var, at allir partar vóru nøgdir við bókina, men vóru ikki rættuliga samdir um, hvussu hon skal brúkast. Partarnir vóru tó samdir, um at fylgja upprunaligu ætlanini tað fyrstu tíðina. Og tað er, at bókin skal verða partur av koyrifrálæruni hjá koyriskúlunum kring landið. Fíggingin Fíggingin av hesi útgávuni er ein søga fyri seg. Sum nevnt aðrastaðni í greinini, er útgávan eitt samstarv millum partar, og teir hava fíggjað aðra helvtina av kostnaðinum uppá 80.000 krónur. Hin helvtin er >>oljupengar<<. Samstarvið millum oljufeløgini Texaco, Conoco og Murphy hevur áhuga fyri einari møguligari oljuvinnu í Føroyum, og teir ynsktu tí at stuðla onkrum tiltaki, sum var til gagns fyri samfelagið. Teir spurdu Ferðslutrygd, um teir høvdu okkurt tiltak sum tørvaði fígging, og tí kom hetta samstarv í lag. So tað sær út til, at oljukrónurnar eru byrjaðir at dryppa á føroyska samfelagið áðrenn ein dropi er komin upp úr undirgrundini. Jón Kragesteen leggur tó dent á, at hetta ikki er fyrstu ferð, at teir hava fingið stuðul frá oljufyritøkum. Tey føroysku oljufeløgini hava verið røsk at stuðla tiltøkum okkara eisini. Føroya Shell í sambandi við útgávuni av fløguni >>Síðsta Skríggj<<, og Statoil við gerð av endurskinum. Tað skilst á Jón Kragesteen, at tað er týdningarmikið við stuðli uttanífrá. Raksturin hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd er fíggjaður við peningi av fíggjarlógini og frá Tryggingarsambandinum Føroyar, men tað er ikki nóg mikið um allar ætlanir skulu gerast veruleiki. Áki Bertholdsen Ein nyggjur maður í nevndina Limirnir í Havnar Arbeiðsmannafelag fáa endurgjald fyri lønarmissin teir høvdu av 24 tíma arbeiðssteðginum fyrst í januar, tá ið teir mótmæltu fíggjarpolitikkinum hjá Landsstýrinum Á ársaðalfundinum í Havnar Arbeiðsmannafelag leygardagin varð ein nýggjur nevndarlimur valdur. Tað er Hans Joensen, sum kom í nevndina fyri Poul Rufus Danielsen, sum ikki varð stillaður uppaftur, hann er Niðri. Afturat honum stóð Jan Midjord fyri vali hesuferð og hann varð afturvaldur. Í nevndina sita sostatt nú Karl Johansen, formaður og Rólant Næs er næstformaður. Teir tríggir nevndarlimirnir eru Eyðbjørn Jacobsen, Hans Joensen og Jan Midjord. Formann fyri seg Annars samtykti aðalfundurin, at broyta formansvalið. Higartil hevur formaðurin verið valdur beinleiðis á aðalfundinum eftir uppskoti. Men nú verður formansvalið broytt, so at hereftir skal uppskot til formann vera latið felagnum fyri 1. januar. Aðalfundurin er altíð í januar. Harafturat skulu formansvalevni hava 15 stillarar fyri at kunna stilla upp. Fáa endurgjald Eisini samtykti aðalfundurin eina lógarbroyting sum ber í sær, at limirnir í HA fáa lønarmissin í sambandi við 24 tíma arbeiðssteðgin herfyri, endurgoldnan frá felagnum. Annars hevur verkfallslógin sagt, at limirnir ikki fingið endurgjald frá felagnum tann fyrsta dagin, teir eru í verkfalli. Tað bleiv broytt til, at táið arbeiðssteðgur er, kann nevndin taka støðu til at veita limunum endurgjald fyri lønarmissin. Lógarbroytingin varð samtykt við afturvirkandi kraft so at limirnir fáa endurgjald fyri tað, teir mistu av av leggja arbeiðið niður, tann dagin, fíggjarpolitikkurin varð mótmæltur. Áki Bertholdsen Betalti gomlum limum 3,2 milliónir í eftirlønum í fjør Á aðalfundinum í Havnar Arbeiðsmannafelag leygardagin fegnaðist formaðurin um, at tey høvdu hildið fast grunnin, hóast harða mótstøðu, tí tíðin hevur víst, at hetta var tað rætta Eftirlønargrunnurin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag betalti í fjør pensióneraðum arbeiðsmonnum í Havn 3,2 milliónir. Á aðalfundinum í Havnar Arbeiðsmannafelag leygardagin fegnaðist Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, um, at felagið hevði staðið fast um eftirlønargrunnin, hóast stóra mótstøðu. At tað var rætt at skipa okkara egnu eftirløn sæst best av, hvussu nógv fakfeløg síðani hava gjørt avtalu við arbeiðsgevararnar um eftirlønarskipan uppá sama máta, sum HA gjørdi. Eftirlønargrunnurin hjá HA hevur nú 14 ár á baki og hann hevur síðani prógvað, at tað var rætt at taka hetta stigið, segði Karl Johansen á aðalfundinum. At almenna eftirlønin hjá teimum, sum hava fylt 67 als ikki er nøktandi,vita tey best, sum bara hava hana at liva av. Tí man lítil ivi vera um, at ískoyti, pensioneraði limir í HA fáa úr okkara egna pensjónsgrunni er kærkomin styrkur hjá mongum húski, segði formaðurin. Ikki minst vísti seinasta útspælið frá landsstýrismanninum, hvussu rætt tað var at HA skipaði sín egna eftirlønargrunn. Hann sipar til, at Kristian Magnussen ætlaði at skerja almennu eftirlønina hjá teimum, sum høvdu aðrar inntøkur omanfyri 89.000 krónur. Hetta ljóðaði kanska skilagott, men vit halda, at er fyrst skjøtil settur á, er tann dagur ikki fjarður, tá ið skerjingin eisini fer at raka eftirlønirnar úr HA. Tí hámarkið uppá 89.000 ber altíð til hjá skiftandi landsstýrismonnum at broyta. 94 fáa pensjón Annars upplýsti formaðurin á aðalfundinum, at við árslok 1997 fingu 94 mans eftirløn úr grunninum hjá HA. Í 1997 betalti grunnurin tilsamans 3,2 milliónir í eftirlønum Síðani farið varð at betala úr grunninum, hevur hann betalt limum í HA góðar 15 milliónir í eftirlønum. Yvir 100 milliónir Annars upplýsir Karl Johansen, at Havnar Arbeiðsmannafelag er sera sterkt fíggjarliga. Hann sigur, at verður eftirlønargrunnurin og sjálvt felagið tikið undir einumn, javnvigar roknskapurin við omanfyri 100 milliónum. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Havnarliðini fylgja við StÍF Hondbóltur: Bæði Neistin og Kyndil vunnu sínar dystir um vikuskiftið og varðveittu sostatt trýstið á oddaliðið StÍF Sum so ofta í hondbóltsdystum gekk tað javnt á fyrstu minuttirnar, men bert fyrstu minuttirnar, tá kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Kyndli spældu í KÍ-høllini í Klaksvík leygardagin. Stjørnan førdi einu løtuna 3-2, men fimm minuttir seinni var støðan 8-3 til Kyndil, og so var einki meir at gera hjá heimaliðnum. Kyndil fór til hálvleiks við støðuni 16-10 og vann at enda 32-22. Ann Hansen skeyt átta mál fyri Kyndil, og Lotte Sørensen gjørdi sjey. Hjá Stjørnuni fekk Joan M. Joensen seks mál. Á Kambsdali var søgan nøkulunda tann sama, tó við tí muninum, at GÍ var trý mál framman fyri, áðrenn Neistin kom fyri seg og vendi 1-4 til 7-4. Støðan í hálvleikinum var 11-9 til Neistan. Í seinna hálvleiki gjørdi heimaliðið ikki nógvar skreytir og fekk bert tvey mál. Besti málskjútti hjá Neistanum var Inga Danberg, sum gjørdi átta mál. Beinta Joensen gjørdi fýra mál fyri GÍ. Bæði Neistin og Kyndil eru framvegis bert tvey stig aftan fyri StÍF. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Konditiónin gav strandakvinnum sigurin Hondbóltur: Einasti munur á kvinnuliðunum hjá StÍF og VB leygardagin var, at StÍF orkaði betur móti endanum Kvinnuliðið hjá VB hevur bert fýra stig, men okkurt bendir á, at tey kundu verið nógv fleiri. Herfyri restaði bert eitt mál í at fáa stig móti Neistanum, og leygardagin brast bløðran ikki fyrr enn móti endanum í dystinum móti StÍF á Skála. Tá avtornaði, vann StÍF, tí tær orkaðu betur. Leikliga var lítil og eingin munur á, og liðini fylgdust allan vegin fram til seinastu fáu minuttirnar, tá strandakvinnur tryggjaðu sær sigurin og framhaldandi leiðslu í 1. deild. Í fyrra hálvleiki var spælið ikki serliga gott, men í seinna hálvleiki gekk betur hjá báðum liðunum. VB-kvinnurnar eru stórar og stóðu seg væl í verjuni, men móti endanum gekk luftin undan, og tað avgjørdi dystin. StÍF-VB 24-21 (11-12) StÍF: Signhild Petersen 8, Anna Maria Bertelsen 6, Alis Høghamar 3, Paula B. Jacobsen 2, Hanna Thorleifsson 2, Bjørg Mikkelsen 1, Eyðleyg Mikkelsen 1, Katrin Petersen 1. VB: Sólrun Krosslá 9, Christina Holm 4, Eyðbritt Krosslá 3, Rannvá Augustinussen 2, Eydis Kjærbo 1, Arnleyð Krosslá 1, Carol Strøm 1. Útvísingar: StÍF 3, VB 3. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo KÍF megnaði ikki at halda tørn Hondbóltur: Ikki fyrr enn móti endanum slapp StÍF somikið langt framum móti KÍF, at sigurin var tryggur Tað sást ikki, at talan var um eitt oddalið og eitt botnlið, tá bestu mansliðini hjá StÍF og KÍF brustu saman í høllini á Skála leygardagin. KÍF, sum er næstniðast í deildini við trimum stigum, hevði nøsina framman fyri allan fyrra hálvleik og var eisini betra liðið fyrru helvt av dystinum. Verjan hjá strandingum riggaði ikki í fyrra hálvleiki, men tá Artur Johansen eisini fór at spæla í verjuni í seinna hálvleiki, gekk betur. Í seinna hálvleiki gekk lættari hjá StÍF at fáa mál, og skjótt sást, hvønn veg tað gekk, men ikki fyrr enn seinastu tíggju minuttirnar kundu strandingar kenna seg tryggar. Ofta eru dystirnir millum tey bæði >>heimaliðini<< á Skála harðir, men so var ikki hesaferð. Kollfirðingar eru ofta ágangandi í sínum álopsspæli og søkja inn í verjuna hjá mótstøðuliðnum, men leygardagin royndu teir seg meira útifrá. Tað riggaði væl í fyrra hálvleiki, men helt ikki í seinna, tá StÍF fekk skil upp á verjuna. StÍF-KÍF 29-23 (14-14) StÍF: Artur Johansen 10, Sveinbjørn Poulsen 6, Alexander Johansen 5, Pauli Hansen 2, Poli Hansen 2, Agnar Højgaard 2, Jónleif Sólsker 2. KÍF: Petur M. Johansen 7, Eddi Joensen 6, Jónálvur Johannesen 4, Jóan P. Olsen 3, Vagnur Johannesen 1, Petur M. Poulsen 1. Útvísingar: StÍF 4, KÍF 3. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Langur leygardagur hjá Kyndli í Vestmanna Hondbóltur: VÍF vann stórsigur á Kyndli í Vestmanna leygardagin Eina ferð vóru dystirnir millum VÍF og Kyndil javnir og spennandi, men tann tíðin er fyribils farin. Leygardagin var tað bert VÍF, sum var spennandi. Vestmenningar vunnu 33-18 eftir at hava verið á odda 18-9 í hálvleikinum. Kyndil megnaði at fylgja við til 7-6, men so orkaðu teir ikki meir, og Sámal Joensen kundi gera fýra mál næstu tríggjar minuttirnar, so VÍF kom fram um 11-6. Tað var eyðsæð, at VÍF-leikararnir vóru í nógv betri venjing enn Kyndlamenninir. Kyndil hevði luft til ein hálvan hálvleik og ikki meir. Eftir tað kundu vestmenningar gera, sum teir vildu - og tað gjørdu teir so. Eitt dømi um, hvussu lítil ferð var í dystinum, var, at tað bert vóru tríggjar útvísingar. Tað var ikki neyðugt hjá teimum stóru vestmenningunum at bjóða verjuni hjá Kyndli av - teir skutu langt úti frá og fingu mál so at siga hvørjaferð. Tað var langt ímillum skjótálopini hjá Kyndli, og tað sást lítið til nakað skipað spæl. Áki G. Olsen vardi Bárð Johannesen og gjørdi tað væl. Bárður kostaði fleiri mál í hinum endanum, enn hann sjálvur skoraði henda leygardagin, sum gjørdist rættiliga langur hjá Kyndli. Vestmenningar skúma hinvegin við fullari ferð móti enn einum FM-heiti. Í løtuni sær StÍF út til at vera einasta lið, ið kann hótta VÍF. Leygardagin 21. februar spæla StÍF og VÍF á Skála, og tá kann ein greiðari mynd fáast av, hvussu spennandi landskappingin hjá monnum verður í ár. Og um minni enn tvær vikur skal Kyndil spæla steypafinalu móti H71. Eftir úrslitið leygardagin kann eingin ivi vera um, at Kyndlapípan má fáa eitt annað ljóð, um teir grønu skulu gera sær nakrar vónir um at fáa nakað burtur úr móti hoyvíkingum, sum eru væl fyri í ár, og sum ivaleyst vilja gera alt fyri at vinna á Kyndli og fáa steypið í hús. VÍF-Kyndil 33-18 (18-9) VÍF: Sámal Joensen 11, Áki Olsen 9, Ingi Olsen 6, Rógvi Nielsen 3, Neil Bláhamar 1, Sjúrður Holm 1, Agnar Joensen 1, Áki G. Olsen 1 Kyndil: Bárður Johannesen 4, Bjarni Wardum 4, Hannis Wardum 3, Uni Wardum 3, Niklas Djurhuus 2, Búi Holm 1, Ken Zachariassen 1 Útvísingar: VÍF 1, Kyndil 2. Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Bjarni Prior til B36 Fótbóltur: Bjarni Prior úr Vágunum skal spæla við B36 í ár B36 hevur fingið ein nýggjan mann, sum verður við í kappingini um álopsplássið við síðuna av John Petersen. Fríggjakvøldið vandi Bjarni Prior við, og vit skilja á lagnum, at ætlanin er, at hann skal spæla við B36, nú hann er farin at arbeiða á Tórshavnar Skipasmiðju. At hetta er ein styrkur fyri annars væl mannaða B36 hópin er einki at ivast í. Sigfríður Clementsen er framvegis í felagnum, og hann er sjálvsagt evni til pláss í álopinum, men royndirnar siga, at hann er ikki altíð so drúgvur, tí hann er so plágaður av astmu. Í fjør vóru Tomislav Sivic og Jákup á Borg onnur evni til álopspláss, og fram móti kappingarenda var Óli Johannesen fleiri ferðir í álopinum. Óli Johannesen er farin aftur til TB, meðan Sivic og Jákup á Borg framvegis eru í felagnum. Felags fyri teir báðar er, at teirra nátúrliga útgangsstøða er longri afturi á vøllinum og ikki í fremstu røð. Samstundis sum tað er kærkomið hjá B36 at fáa Bjarna Prior, so má staðfestast, at hetta er ein dyggur smeitur hjá FS Vágar, sum skal royna at vinna seg uppaftur í 1. deild. Tað er ikki ov nógv sagt, at Bjarni Prior var millum teir bestu og kanska tann besti spælarin hjá FS Vágar í fjør. Í fjør var Jógvan Norðbúð ikki venjari, men nú er hann aftur á vøllinum. Hann skal hava ábyrgdina av næstbesta liðnum hjá B36. Í fjør rakk liðið besta úrslitinum, sum B36 nakrantíð hevur nátt í 2. deild, samstundis sum teir hava verið umboðaðir í 1. deild. Nógvir ungir spælarar vóru á liðnum, sum endaði næstfremst. Tá var liðið undir leiðslu av Jákupi Thomsen, sum frammanundan hevði havt ábyrgdina av teimum í yngru deildunum, og nú skulu teir venja undir Jógvani Norðbúð, sum fleiri ferðir áður hevur havt ábyrgdina av besta liðnum hjá B36, seinast í 1996. Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo B68 nýggjan málverja Fótbóltur: B68 fær nýggjan málverja og nýggjan hjálparvenjara til kappingina í ár Tá kappingarárið í fjør var av, boðaði Kjartan Nesá frá, at hann ætlaði sær at gevast við fótbólti á hægsta støði. Kjartan Nesá hevur verið málverji hjá toftamonnum mest sum alla tíðina, síðani B68 kom í 1. deild í 1981. Olaf Magnussen hevur okkurt árið verið fyrsti málverjin størsta partin av tíðini, og í fjør kappaðist Allan Joensen við Kjartan Nesá um plássið millum stólparnar á besta liðnum. Allan Joensen er framvegis í felagnum, og hann er framvegis evni til málverjuplássið á besta liðnum, men nú hevur hann fingið ein nýggjan kappingarneyta. Talan er um Magnus Poulsen, sum higartil hevur spælt í B36. Í fjør var hann málverji í 2. deild, og hann hevur eisini fleiri ferðir verið málverji á U-16 landsliðnum. Magnus Poulsen hevur familjurøtur á Toftum, og nú hevur B68 gjørt avtalu við hann um at spæla fyri felagið. Úr HB og í B68 Í fjør helt samstarvið millum HB og Johan Nielsen uppat mitt í kappingarárinum. B68 hevði havnarmannin til venjara restina av kappingarárinum, og síðani vildi Johan Nielsen ikki halda fram á Toftum. Hann fór aftur til Gøtu, har hann hevði verið frammanundan samstarvinum við HB. Sunnudagin gjørdist greitt, at ein fyrrverandi HB venjari verður fastur fúsur á Svangaskarði í ár. Oddbjørn Joensen verður hjálparvenjari hjá Peturi Simonsen. Toftamenn hava vant í eina góða viku, og vera líkindi at venja, so verður Oddbjørn Joensen fyrstu ferð á vøllinum í kvøld. Umframt at hava ábyrgdina av liðnum í 3. deild, skal hann venja unglingarnar hjá B68. Toftamenn siga, at teir hava ein breiðari unglingahóp í ár, enn teir hava havt í fleiri ár. Í fjør spældu onkrir unglingar á liðnum í 2. deild, og tað kom fyri, at onkur eisini var á 1. deildarliðnum. Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Rís og rós Fótbóltur: FSF formaðurin var nøgdur við U-18 kvinnurnar men ónøgdur við U-16 dreingirnar Torleif Sigurðsson býtti bæði rís og rós út, tá hann í formansfrágreiðingini til aðalfundin hjá FSF, sum var leygardagin, viðgjørdi ungdómslandsliðini. Um U-18 kvinnurnar segði hann, at tær luttóku fyri fyrstu ferð í einari EM undankapping: >>Ein vinardystur varð leiktur í Føroyum móti Íslandi, har Føroyar taptu við fimm málum. Miðvísa fyrireikingararbeiðið til EM undankappingina í Noregi gjørdi, at Føroyar vunnu á Ungarn við einum máli, men annars taptu dystin móti Noregi.<< U-18 dreingirnar segði formaðurin seg vera hampuliga væl nøgdan við: >>U-18 landsliðið luttók í EM-undankappingini í Týskalandi, leikt varð móti Estlandi og Týskalandi. Móti Estlandi eydnaðist av fáa javnleik, men móti Týskalandi taptu vit 7-0, sum heild ein rímiliga góð ítróttarlig luttøka.<< U-16 landsliðið fekk hetta skoðsmálið: >>U-16 landsliðið luttók í trimum kappingum í 1997, á páskum í Fraklandi, í august í NM í Finnlandi og í oktober í EM í Hollandi. Mett varð, at størri dentur skuldi leggjast á at fáa U-16 leikarunum fleiri avbjóðingar og miðvísari venjing og uppfylging av hesum. Men hóast fleiri avbjóðingar og størri orku frá FSF, hevur støðan ongantíð verið verri enn í 1997, og tá verður serstakliga hugsað um venjingarstøðið hjá leikarunum og uppfylging av hesum í sambandi við tvær tær seinnu kappingarnar<<, var tað, sum formaðurin hevði at siga. Hóast FSF hevur gjørt av fyribils at steðga arbeiðnum við U-15 landsliðnum, so bar formaðurin rós til liðið: >>U-15 landsliðið, sum hevur luttikið í Aberdeen International Football Festival í nøkur ár, kundi ikki halda fram har vegna broytta ferðingarmynstrið. Ístaðin varð arbeitt víðari við liðnum, sum luttók í SKAW Cup í Skagen við góðum úrsliti.<< Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo FSF kennir seg leyst av Tórsvølli Fótbóltur: Fótbóltssambandið heldur tað ikki vera rætt at brúka heimildina, sum teir fingu fyri tveimum árum síðani at seta 2,5 milliónir í Fótbóltssamband Føroya ætlaar sær einki at gera við Tórsvøllin í næstu framtíð. Hetta varð sligið fast við tíggju tumma seymi á aðalfundinum, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum leygarmorgunin. Í formansfrágreiðingini kom Torleif Sigurðsson inn á Tórsvøllin: >>Á ársaðalfundinum hjá FSF 3. februar 1996 varð heimilað nevnd FSF's at seta 2,5 milliónir krónur í ætlanina, sum nevnist >>Tórsvøllur<<. Eg gjørdi heilt greitt á tí fundinm, at fyri at nevndin fór at gera brúk av hesi heimild, skuldu allar fyritreytir fyri stadioninum vera í lagi - fíggjarligar og ítróttarligar. Í dag mugu vit staðfesta, at ætlanin umfatar meiri enn eitt fótbóltsstadion, og tað er FSF ikki fegið um. Hugsa vit um tað fíggjarliga, so er støðan ikki góð. Um tað ikki eydnast okkum at betra munandi um okkara inntøkugrundarlag tey tvey komandi árini, er tað ábyrgdarleyst av okkum at luttaka fíggjarliga<<, vóru greiðu boðini, sum formaðurin hevði at siga fram ímóti endanum á frágreiðingini til aðalfundin. Formansfrágreiðingin varð tikin til eftirtektar av einum samdum aðalfundi, og tað ber við sær, at føroysku fótbóltsfeløgini standa hundrað prosent aftanfyri formannin í hansara sjónarmiði um Tórsvøll. Ikki talan um 2,5 milliónir Heðin Mortensen var á aðalfundinum, har hann hevur talurætt, tí hann er formaður í ÍSF. Hann var tann einasti av teimum meiri enn hálvt hundrað luttakarunum, sum hevði nakað at viðmerkja til formansfrágreiðingina, og hansara viðmerkingar vóru um Tórsvøll. Heðin Mortensen segði seg undast á, at formaðurin í FSF nú brúkti staðfestingina av, at Tórsvøllur umframt grasvøll eisini fevnir um rennibreytir. Hann vísti á, at hetta hevði alla tíðina verið við í ætlanini, síðani hon varð víst almenninginum á sumri í 1995. Heðin Mortensen spurdi formannin, um tað, hann hevði sagt, skuldi skiljast á tann hátt, at FSF ikki fór at seta tær 2,5 milliónirnar í, sum samtykt varð at seta í á aðalfundinum í 1996. Og Torleif Sigurðsson lat ongan iva vera um, hvat hann helt um henda spurningin: Tá aðalfundurin fyri tveimum árum síðani gav okkum heimildina at seta pengar í Tórsvøll boðaði eg frá treytunum fyri at vit kundu fara uppí. Eg haldi ikki, at umstøðurnar eru soleiðis, at tað er ráðiligt hjá FSF at seta pengar í Tórsvøll, bæði tí fíggjarligu fyritreytirnar hjá FSF eru ikki til tað, og tí ætlanin hongur ikki saman, soleiðis sum hon er skipað. Nýtslan Á orðaskiftinum millum Heðin Mortensen og Torleif Sigurðsson skiltist, at tað hevur verið lítið ella einki samskifti millum stigtakaran til Tórsvøll og formannin í FSF um leiklutin hjá FSF í rakstrinum av Tórsvølli. Heðin Mortensen spurdi á aðalfundinum, um tað kundi roknast við, at FSF fór at brúka Tórsvøll, tá hann var liðugur. Formaðurin í FSF svaraði, at tað er brúk fyri tveimum stadion við grasvølli í landinum, og at FSF sjálvsagt fer at brúka Tórsvøll, um tað í samráðingum fer at bera til at finna fram til eina avtalu, sum FSF kann liva við. Heldur ikki tá tað snýr seg um lántøkuna í sambandi við Tórsvøll, sóu teir báðir eins upp á møguleikarnar hjá nýggja stadion í høvuðsstaðnum. Torleif Sigurðsson segði, at teirra metingar vóru, at tað var ikki ráðiligt at reka Tórsvøll við einari størri lántøku enn tríggjar milliónir, og helst skal tað vera soleiðis, at Tórsvøllurin onga skuld skal at hava, tá hann verður liðugur og farið verður undir at reka hann. Heðin Mortensen visti ikki, um tað fór at vera neyðugt við lántøku, men hann segði, at sambært upplýsingum frá ráðgevunum hjá Tórsvølli, so fór ætlanin at bera eina lántøku uppá seks milliónir. Fíggjarligu ráðgevararnir hjá Tórsvølli arbeiða í grannskoðaravirkinum INPACT, og tað er sama felag, sum hevur verið og sum á aðalfundinum hjá FSF varð afturvalt til grannskoðara hjá Fótbóltssambandinum. Greiðari linjur Hóast Heðin Mortensen á aðalfundinum hevði fingið at vita, at ætlanin so at siga hevur mist 2,5 milliónir av innskotinum til Tórsvøll og tískil í staðin fyri seks milliónir skal fáa 8,5 milliónir afturat til vega, áðrenn farast kann undir fyrsta byggistigið, segði eftir at aðalfundurin var lokin, at hann er ikki fallin í fátt: Eg vildi hava eina greiða útmelding frá Fótbóltssambandinum, og hana fingu vit. Teir vilja ikki vera uppií at byggja og reka Tórsvøll, men teir vilja, eftir tí at døma sum varð sagt í dag, vera við til at fáa rakstrarinntøkur til ætlanina. So vita vit tað, og nú fara vit at arbeiða víðari við ætlanini, uttan at kenna okkum heftar at áskoðanum hjá FSF, og tað er positivt, at hetta er fingið upp á pláss, staðfesti stigtakarin til Tórsvøll. Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Nú eru pengarnir fingnir upp á pláss Fótbóltur: Men tað tykist vera lítið sannlíkið fyri, at fótbóltsfeløgini fara at gera nýtslu av uppskotinum til sáttmála, sum var lagt á borðið Søga varð skrivað, tá aðalfundurin hjá FSF leygardagin samtykti reglugerð fyri góðkenning av sáttmálaskriving millum yrkisspælarar og feløgini, og gav nevndini heimild at gera ásetingar um, hvussu farast skal fram, tá upphæddin skal ásetast, sum feløgini skulu fáa, tá ein áhugaleikari ella amatørur flytir úr einum felag og í eitt annað føroyskt ella útlendskt felag. Grína at okkum Eitt sindur av orðaskifti var um seinna spurningin, meðan fyrra uppskotið, sum í hvussu so er í prinsippinum er tað meiri víðgongda, varð samtykt eftir at bara ein luttakari á fundinum, Jógvan Páll Lassen, advokatur, sum umboðaði HB, gav til kennar, at hann var fegin um, at hetta var komið á borðið, tí tað var harðliga tiltrongt. Hann nýtti samstundis høvi til at geva starvsfelagnum, Christiani Andreasen eitt herðaklapp fyri gott handverk. Christian Andreasen hevur gjørt uppskotið, sum aðalfundurin samtykti. Eitt sindur av orðaskifti var um, hvussu stórar heimildir nevndin hjá FSF skuldi fáa at snikka hitta uppskotið til. Endin var, at uppskotið skal sendast feløgunum til ummælis, áðrenn tað verður sett í verk í ár. Nýggi formaðurin í GÍ, Jógvan Gregersen, mundi umboða meirilutan, tá hann staðfesti, at tað var bráneyðugt við skipanini: Útlendsku feløgini grína at okkum, tá tey finna út av, at vit hava ongan rætt at krevja tey eftir pengum fyri tær útrteiðslurnar, sum vit hava havt av spælarunum, sum teir fáa ágóðan av. Sáttmálin Sambært útsøgnir frá fleiri felagsumboðum eftir aðalfundin, so er tað ikki nógv, sum bendir á, at tær stóru upphæddirnar fara at koma á yrkissáttmálarnar, sum nú skulu sendast til FSF til góðkenningar. Feløgini fegnast um, at tey nú fara at fáa størri trygd fyri at spælararnir verða í felagnum, men tað kann gerast, sjálvt um upphæddirnar í sáttmálanum vera smáar. Tey seinnu árini hevur tað í nógvum førum verið soleiðis, at tað hava verið stuðlar hjá feløgunum, sum hava samsýnt spælarunum, og viðmerkingarnar leygardagin bendu á, at soleiðis fer tað eisini at vera. Steypakappingin broytt Fótbóltur: Kappingin um Løgmanssteypið verður broytt eitt sindur í ár í mun til 1997 Tá feløgini saman við nevndini hjá FSF í november hugdu aftur á kappingarárið 1997 var breið semja millum fundarluttakararnar um, at kappingin um løgmanssteypið í framtíðini skuldi skipast øðrvísi, enn hon hevði verið hesi seinastu árini. Orsøkin segðist vera, at bólkakappingin hevði verið ov lítið áhugaverd, tí munurin millum bestu og vánaligastu liðini var ov stórur. Tríggir bólkar Tá lutur leygardagin varð kastaður um, hvussu tað skal spælast í kappingini um løgmanssteypið í ár, boðaði formaðurin í kappingarnevndini, Dánjal Andreasen, frá, at bólkaspælið fór at verða skipað soleiðis í ár, at í staðin fyri fýra bólkar verða í ár tríggir bólkar, og tað hevur við sær, at í staðin fyri sekstan lið, so verða tað í 1998 tólv lið í bólkaspælinum. Liðini, sum í fjør endaðu á trimum teimum ovastu plássunum í landskappingini, B36, HB og GÍ, vóru undan lutakastinum flokkað, soleiðis at tey ikki komu í sama bólk. Ætlanin Broytingin hevur við sær, at tað verður hópin torførari hjá feløgunum, sum hava teirra besta lið í lægru deildunum, at koma við í bólkaspælið. Tey tíggju feløgini, sum eru umboðað í 1. deild, verða sjálvskrivaðir luttakarar í bólkaspælinum, og afturat teimum er pláss fyri tveimum feløgum, sum hava teirra besta lið í 2., 3. og 4. deild, í bólkaspælinum. Hesi feløgini skulu spæla tvey innleiðandi umfør. Sum í fjør so sleppa eisini í ár tvey tey bestu liðini í hvørjum bólkinum í fjórðingsfinalurnar. Hesi feløgini verða seks í tali og fyri at røkka átta liðum í fjórðingsfinaluni sleppa tey bæði liðini, sum í bólkaspælinum gerast bestu liðini á triðja plássi, eisini í fjórðingsfinaluna. Hetta vil aftur siga, at í bólkaspælinum verða fýra feløg sáldaði frá, meðan átta sleppa víðari. Ymiskir í styrki Áðrenn fyrsta sparkið er tikið í 1998 fótbóltsárinum er tað sjálvandi ilt at meta um, hvørji feløg vóru meiri heppin í lutakastinum enn onnur, og tað er eisini ein spurningur, hvat eitt heppið lutakast er. Eitt er at sleppa víðari úr bólkaspælinum - tað eigur ikki at vera so torført við nýggju skipanini - og eitt annað er, at feløgini ógvuliga fegin vilja hava kvalifiseraða mótstøðu í bólkaspælinum, soleiðis at dystarvenjingin er so góð, sum tað ber til, tá farið verður undir landskappingina. Sæð út frá fyrra sjónarmiðnum og við styrkini á liðunum í fjør í huga, so er tað nógv, sum bendir á, at lutakastið hjá B36 var gott, meðan tað hjá HB kundi havt verið betri. Sæð út frá seinna sjónarmiðnum bendir nógv á, at tað serliga í bólki eitt og trý verða nógvar tættar uppgerðir. Tveir bólkar Í steypakappingini hjá kvinnum verða tvey innleiðandi umfør, áðrenn rokkið verður fram til bólkakappingina. Í fyrra innleiðandi umfarinum verða tveir dystir, og í seinna umfarinum verða tríggir dystir. Av feløgunum, sum verða umboðað í landskappingini í 1. deild, skulu tvey taka lut í seinna innleiðandi umfarinum. Tey eru Skála og NSÍ. Tey liðini, sum endaðu ovast í landskappingini í fjør, fara beinleiðis í bólkaspælið. Tey eru KÍ, HB, B36, LÍF og EB. Undan lutakastinum varð boðað frá, at tey bæði stinnastu liðini í landskappingini í fjør, KÍ og HB, vórðu flokkaði í hvør sín bólk. Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Fyrra slagið um Havnina verður beinanvegin Fótbóltur: B36 og HB hittast longu í 1. umfari av landskappingini í ár Ofta hevur tað borið til - við at kaga í kappingarskipanina - at lúrt av, hvørji feløg teir í Fótbóltssambandinum rokna við fara at verða tey mest sannlíku, ið fara at liggja best fyri í kappingini um FM heitið. Ofta hevur tað verið soleiðis, at ein ella tvær innan-hýsis uppgerðir millum feløg, sum hava staðið seg væl seinnu árini, hava verið lagdar síðsta leikdag, men hetta tykist ikki at hava ligið frammarlaga, tá skráin fyri leikárið 1998 varð løgd, ella hevur tað kanska ikki borið til at fingið kabalina at ganga upp. Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum leygardagin varð uppskot um skrá fyri kappingarárið 1998 býtt út, og formaðurin í kappingarnevndini, Dánjal Andreasen, staðfesti í hesum sambandi, at øll tey mongu árini, hann hevur verið upp í arbeiðnum í FSF, hevur tað ongantíð áður verið so torført at fáa puslispælið at rigga, sum tað hevði verið hesa ferðina. Og tað hevði aftur við sær, at tað skuldu ógvuliga góðar orsøkir til at sannføra FSF, áðrenn teir fara at ganga møguligum ynskjum um broytingar í uppskotinum á møti. Feløgini hava freist til 9. februar at koma við møguligum viðmerkingum til uppskotið. Grannastríð beinanvegin Kjartan Mohr hevur í mong ár verið kassameistari hjá B36, og tað var kanska væl skiljandi, at hann ikki var serliga glaður fyri, at felagið hjá honum longu í fyrsta umfarinum skal spæla ímóti grannunum. Meistararnir úr B36 skulu sambært uppskotinum spæla í móti silvurvinnarunum úr HB sunnudagin 3. mai, og beint eftir ólavsøku - sunnudagin 2. august - verður gjørt av, hvat felag í 1998 kann erpa sær av at vera hitt besta í høvuðsstaðnum. Í 10. umfari eigur HB heimavøll í móti B36. Havnarfeløgini eru av tí áskoðan, at um hesir báðir dystirnir lógu nærri endanum á ávikavíst fyrru og seinnu hálvu av landskappingini, so hevði sannlíkið fyri fleiri áskoðarum verið størri. Og ivaleyst kann tað sama sigast um onkrar av hinum grannauppgerðunum, sum eru ásettar at verða í fyrsta umfarinum. Tá skulu TB og VB spæla á Sevmýri, NSÍ og GÍ í Runavík og ÍF og KÍ í Fuglafirði. Bara besta deildin Leygardagin 3. oktober er ætlanin at 18. og síðsta umfarið í landskappingini í 1. deild hjá monnum skal avgreiðast. Eins og í fjør verða hetta vikuskiftið bara dystir í bestu mannfólkadeildini, tí hinar deildirnar verða avgreiddar frammanundan. Í 2. og 3. deild verður lagt til brots í sama vikuskiftinum, sum fyrsta umfarið í bestu deildini verður spælt, men í bæði í 2. og 3. deild verður 18. og seinasta umfarið spælt leygardagin 26. september. Kappingin um FM í fjør varð so at siga avgjørd, tá B36 í triðji síðsta umfarinum vann 2-1 í Vági. Og tað er møguleiki fyri, at annar av innanhýsis dystunum millum hesi bæði feløgini eisini í ár fer at verða ein av lykladystunum, tá avgerðin skal falla um, hvar skápið skal standa. Síðsta leikdag skulu vágbingar í Gundadal. Sambært uppskotinum er eingin av teimum so kallaðu nýklassikarunum lagdur síðsta leikdag. Næstsíðsta umfarið skulu verandi meistararnir úr B36 norður í Sarpisgerði, har teir tíðliga á leikárinum í fjør løgdu lunnar undir góða kappingarárið. Tað kundi hent, at tann dysturin fer at verða rættiliga spennandi. Endarnir Sambært uppskotinum verður tað soleiðis, at í helvtini av umførunum verður ein dystur spældur leygardag og í onkrum einstøkum føri tveir. Tað eru trý suðuroyarlið í bestu deildini í 1998, og tá tvey teirra eiga heimavøll í sama umfari er annar dysturin settur at verða leygardag. Fyrsti landskappingardysturin í bestu deildini verður leygardagin 2. mai, tá toftamenn skulu suður á Krossin í Sumba. Onkuntíð hevur verið hildið, at uppflytararnir hava fingið eina torføra byrjan. Um tað verður mett sum lagalig byrjan at spæla á heimavølli fyrst, so hava uppflytararnir úr Sumba fingið lagaliga viðferð, tí teir sleppa at royna seg tvær ferðir á heimavølli, áðrenn teir verða sendir út at ferðast. Í øðrum umfari fáa teir vitjan av fuglfirðingum. Ella vit kunnu siga tað soleiðis, at teir fáa vitjan av teimum báðum liðunum, sum endaðu niðast í bestu deildini í fjør, tá tey bæði verða roknað frá, sum noyddust at flyta niður. 3. mai verður spælt soleiðis: B36-HB, TB-VB, NSÍ-GÍ og ÍF-KÍ. Í síðsta umfarinum verða allir fimm dystirnir spældir samstundis leygardagin 3. oktober, og tá verður spælt soleiðis: B68-NSÍ, Sumba-KÍ, ÍF-HB, B36-VB og TB-GÍ. Í 2. deild verður spælt soleiðis fyrsta leikdag, ið verður 2. mai: EB/Streymur-Royn, KÍ-LÍF, B36-HB, GÍ-B71 og FS Vágar-NSÍ. Síðsta leikdag verður spælt soleiðis í 2. deild: Royn-FS Vágar, EB/Streymur-LÍF, B36-B71, GÍ-NSÍ og KÍ-HB. GÍ hevur fingið nýggjan formann Gøtu Ítróttarfelag hevur fingið nýggjan formann. Á aðalfundinum, sum var fríggjakvøldið, boðaði Hallgrím Gregersen frá, at hann ikki ynskti afturval Gøtu Ítróttarfelag hevði aðalfund fríggjakvøldið, og hann hevði við sær, at felagið fekk nýggjan formann. Hallgrím Gregersen, sum hevur verið formaður í nógv ár, boðaði frá at hann ikki stillaði upp aftur, og tí skuldi nýggjur nevndarlimur veljast fyri hann. Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Jógvani Gregersen sum formanni, Mikal Dalbø sum næstformanni, Sonju á Líðarenda sum skrivara, meðan Dagfinn Olsen og Símun Petur Justinussen eru nevndarlimir. Í Gøtu eru fyrireikingarnar til kappingarárið 1998 farnar í gongd. 1. deildarhópurin fór undir venjingarnar um hálvan januar, og tað er ein gamal kenningur sum stendur við endan hjá gøtumonnum. Tað er Jóhan Nielsen, sum var venjari í Gøtu árini 1990 - 1995, sum í ár hevur ábyrgdina av venjingini í Gøtu. Vilja hjálpa føroyingum Tað eru føroyingar, sum hava mist pengar við partabrævabýtinum. Tí hevur Fíggingargrunninin skyldu til at hjálpa landsstýrinum við hesum máli, um so er, at hetta er ynskiligt sigur Knud Heinesen, formaður í Fíggingargrunninum. Longu áðrenn bankafrágreiðingin varð almannakunngjørd tók Fíggingargrunnurin stig til at fáa eina løgfrøðiliga meting av í hvønn mun grunnurin hevur ábyrgd at taka stig, hvørji stig hann kann taka og hvussu grunnurin løgfrøðiliga vil meta um frágreiðingina. Hetta arbeiðið er gjørt og varð lagt fyri nevndarfundin í Fíggingargrunninum í Havn fríggjadagin. Síðani hava grannskoðarar hugt eftir endurgjaldskravinum, lutvíst uppsetingini av tí og støddini. Út frá hesum hevur grunnurin gjørt eina frágreiðing, sum er latin løgmanni. Knud Heinesen og næstformaðurin í grunninum, John Danielsen høvdu fund við løgmann um vikuskiftið, har hesir spurningarnir vórðu viðgjørdir. Knud Heinesen sigur við Sosialin, at tað í síðsta enda er upp til løgmann, landsstýrið og helst eisini løgtingið, um tað er ynskiligt, at grunnurin skal vera við í hesum málinum, ella um ein ynskir at eygleiða alt málið sum eina heild og sum eitt mál millum landsstýrið og stjórnina. Tað er nú upp til landsstýrið at gera av. Vit halda, at vit hava givið landsstýrinum eitt gott grundarlag fyri eini meting av spurninginum, men ein støðutakan í málinum er landsstýrisins borð. Knud Heinesen sigur, at nevndin heldur ikki hon skal fyritaka sær nakað sum helst mótvegis Den Danske Bank uttan hetta er eitt ynski frá landsstýrinum. Knud Heinesen sigur seg ikki kunna siga, hvussu hann heldur alt hetta málið best kann verða loyst, tí tað er ein politiskur spurningur, sum landsstýrið má taka støðu til. Hetta er ein sak, sum snýr seg um nógvar milliónir, og eg haldi, at tú setir kílar í slíkt mál, um tú fer at tosa alment um hetta, sum vit hava latið landsstýrinum. Í parti við Føroyum Tað hevur oftani verður spurt, hvørjum parti Fíggingargrunnurin og tess formaður er í - tí danska ella tí føroyska - hvussu er við Knud Heinesen! Í hesi sakini røkja vit føroysk áhugamál. Tað er sjálvandi eitt sindur ymiskt frá øðrum málum, sum grunnurin hevur havt við at gera. Grunnurin hevur tveir stovnarar, lutvíst landsstýrið og donsku stjórnina. Men í hesi sakini er eingin ivi, hvønn part grunnurin stuðlar. Grunnurin hevur mist pengar við hesum partabrævabýtinum og í seinasta enda er tað føroyska fólkið, sum hevur verið fyri einum tapi. Tí heldur grunnurin, at hann hevur skyldu til at hjálpa landsstýrinum so gott sum vit nú kunnu tað og í tann mun landsstýrið ynskir tað. Knud Heinesen sigur, at hetta málið fevnir um tveir partar. Ein, sum snýr seg um viðurskiftini til Den Danske Bank og tað endurgjald, sum fæst frá honum. Tað er tann sakin, sum grunnurin er partur í og sum grunnurin skal taka sær av. Hvat annars er millum landsstýrið og stjórnina av politiskum spurningum viðkemur ikki grunninum. Tað mugu politikarnir taka sær av. Mugu betra viðurskiftini Hvussu metir persónurin Knud Heinesen støðuna millum Føroyar og Danmark frá síðulinjuni? Eg haldi, at báðir partar, bæði Føroyar og Danmark áttu at fegnast um, at vit hava fingið eina sera vælgjøgnumarbeidda og professionella frágreiðing frá kanningarnevndini. Eg havi sæð nógvar slíkar kanningar, men hetta er ein av teimum bestu. Knud Heinesen vónar, at tað eftir hetta ber til at fáa landsstýrið og stjórnina at finna eina loysn á trupulleikuunum, soleiðis at tað ber til at bøta um viðurskiftini innan ríkisfelagsskapin. -Tað er harðliga tiltrongt at betra hesi viðurskifti. Krevur skjóta loysn Knud Heinesen heldur annars, at tað hevur týdning at fáa loyst bankamálið so skjótt til ber. -Tað er greitt, at hetta er ein stór sak, sum skal viðgerast væl og virðiliga, men tað hevur eisini týdning, at hon ikki dregur út. Knud Heinesen metir eisini, at Den Danske Bank má verða hugaður fyri, at sakin fær eina skjóta loysn. Latið bygdirnar hava fiskaarbeiði Tá ið eg fyri nøkrum árum síðan byrjaði at ferðast runt sum sjómanstrúboðari, var tað sera hugstoytt at koma í nógvar bygdir. Nógv skip vóru farin av knóranum og lógu bundin við keiina. Flakavirkini stóðu stongd, og nógv hús stóðu tóm, og familjurnar vóru farnar, ella vóru í ferð við at flyta av landinum. Nú er, Guð havi lov, støðan nógv betur. Eg veit ikki, hvussu fast kreppan tá sveið í Tórshavn, men at hon sveið fast nógvastaðni runt landið, og serliga í útjaðaraøkjunum - tað var sjón fyri søgn. Fyri uml. 3 árum síðani sótu vit, nakrir bygdamenn umborð á einum skipi og tosaðu. Prátið kom tá eisini inn á støðuna í landinum, og um hvussu trupult tað var at klára seg, tí inntøkurnar hjá teimum vóru tengdar at fiskarínum. Støðan bleiv nokk málað við dimmum litum, og tað ávirkar fólk. Tá segði ein av sjómonnunum í døpurhuga: >>Hvussu skulu vit klára okkum?<< >>Flyt til Havnar<<, segði skiparin speiskur. >>Hjálpir tað?<< spurdi maðurin. >>Ja, tí Havnin er mestsum øll eitt alment arbeiðspláss<< segði skiparin. Fyri stuttum segði borgarstjórin í Havn við eitt av bløðunum, at Havnin var í neyð av tilflytarum. Munnu ikki nøkur av hesum fólkum hava somu hugsan sum skiparin? Gott er at síggja, at lív er komið í aftur fleiri av teimum gomlu fiskavirkjunum runt landið, og at fleiri nýggj hava sæð dagsins ljós. Hetta er mennandi fyir bygdirnar og skapar trivna og gleði millum fólk. Tí er tað við blandaðum kenslum , at eg hoyri, at stór høll til fiskaarbeiði skal byggjast í Havn. Hon kemur uttan iva at taka arbeiði frá bygdafólki og virkjum runt landið - við tí úrsliti, at Havnin bólnar uppaftur meir, meðan bygdirnar framvegis koma at avtoftast. Bygdamenning og trivnaður runt landið eru rættiliga nógv tengd at fiskaarbeiði. Latið tí bygdirnar hava fiskaarbeiði! Havnin hevur so nógv annað. Torleif Johannesen, Nes NFÍ liggur ikki í buktini John William Joensen skrivar í Norðlýsinum nr. 3, at Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð hevur víst hugskotinum, sum nakrir handilsmenn eru komnir við um byggjan av skýli í Klaksvík, aftur. Ein má spyrja, hvar JWH fær hesar upplýsingar frá. NFÍ hevur ikki havt fundið við nakran um skýlið, og NFÍ hevur einki hugskot sæð frá nøkrum handilsmonnum, og tískil er tað ómøguligt at vísa nøkrum hugskoti aftur. Seinast NFÍ var uppií málinum um skýli var fyri góðum ári síðani, tá hevði NFÍ fund við KÍ og har góvu vit teimum fullan stuðul, um KÍ ætlaði sær í gongd við skýlið. Tí tykist tað sera løgið, at JWJ nú skrivar, at Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð liggur í buktini, og vil eg við hesum skrivinum vísa aftur, at NFÍ liggur í buktini. NFÍ hevur altíð verið fyri at byggja eitt nýtt skýli, og var tað eisini NFÍ, sum tók stig til byggjan av skýli, har felagshølir vóru til tey flestu feløgini í býnum, men tann ætlanin datt tíverri niðurfyri. Nógvar royndir hava verið gjørdar síðani, men tykist tað, sum at onki felag hættir sær undir byggingina, og tískil er einki skýli komið upp enn. Mín persónliga meining um málið er, at ein nevnd verður sett at arbeiða við málinum, og skal uppgávan hjá nevndini vera tann, at fáa skýlið uppaftur skjótast gjørligt. Vitandi um at KÍ hevur ætlanir um at brúka hølini hjá Lognbrá, har dansurin í Klaksvík heldur til, hevði ein góð loysn verið at flutt dansin oman í skýlið, tí á tann hátt høvdu norðoyingar fingið sína dansistovu aftur, sum júst var á sama stað, har ætlanir eru um byggjan av nýggjum skýli. Møguleiki er eisini tá, at tey ítróttarfeløg og frítíðarfeløg, sum ikki hava húspláss, koma við í ætlanina, og høli verða gjørd til tey undir skýlinum. Á tann hátt verður økið enn meira eitt ítróttar- og mentunarøki, har næstan øll feløgini í býnum búleikast. Hetta átti at kunnað latið seg gjørt, men til tað krevst samarbeiði, og ivist eg onga løtu í, at feløg, Dansistovan, KÍ, Áhugafelagið hjá KÍ høvdu klárað at fingið skýlið uppaftur, tí tá hevði málið verið loyst hjá teimum øllum, bæði viðvíkjandi dansinum, skýlinum og hølisviðurskiftini hjá feløgunum og KÍ. Símun á Høvdanum formaður í NFÍ Eitt hjartasuff Í blaðnum hevur verið nakað gjørt burtur úr umhvørvi og hvussu reint tað er vorðið í teimum ymsu kommununum Harafturat hevur IRF eisini meldað út, hvussu nógv summar kommunur gera fyri umhvørvi. Teir megna ikki at brenna alt ruski sum kemur inn. Í Sosialinum frá 23/1 stóð aftur ein grein um umhvørvi og um hvussu nógv verður gjørt í teimum ymsu kommununum fyri, at tað skal verða so reint og ruddiligt sum gjørligt. Eg búgvi í Skála kommunu inni á Skálafirði. Sum øllum kunnugt, so liggja 5 kommunur við Skálafjørðin, við einum fólkatali uppá áleið 2500-3000. (Hettar er bert eitt met). Tað nógva av tí ruski, sum kemur frá hesum fólkum og teimum skipum, sum sigla inn og út av fjørðinum, verður tveitt á sjógv uttan at kommunurnar gera nóg mikið, fyri at forða hesum. Alt tað sum flýtur so sum plastikk, plastdunkar og annað rekur so inn á sandin í Skálafirði til miklan ampa hjá okkum, sum búgva í hesi bygd. Í vindi liggur alt og fýkur runt í bygdini og endar inn ímillum húsini og í bøin, sum er avtakin í plastikk, tundrum, dunkum øðrum. Sandurin varð ruddaður millum jól og nýggjár, av bygdarfólkinum. Tað gingu bert 3 dagar við lágætt, so var sandurin aftur avtikin av ruski. Tað hevði verið sera gott, um tit høvdu vilja tikið ruskspurningin runt Skálafjørðin upp í blaðið tykkara og viðgjørt hann. Bygdarfólki hevur heitt bæði á okkara egnu kommunu og á Kongshavnar Havn um at fáa greiði á hesum, fyri okkum so týðandi máli, men tað er sum at sláa í stein, einki verður gjørt. Tit skuldu ómakað tykkum ein túr inn á sandin í Skálafirði, so høvdu tit sæð alla óhumskuna sum liggur á sandinum og langt norður í bøin. Tað er so vælsignað lætt, at sita út i á Argjum í eini fjálgari skrivstovu við eini teldu framman fyri sær og skriva tað niður, sum kemur einum fyri oyra. Vinarliga Almfinn Jacobsen Svar til lesarabræv frá Eiko Apol um ferðatrygging Í Sosialinum 29.1.98 biður Eiko Apol um nakrar nágreiniligari upplýsingar um ferðatrygging saman við nøkrum viðmerkingum um almenna sjúkratrygging hjá okkum og londunum kring okkum. Í fleiri londum er sjúkrakassaskipanin avloyst av >>Den offentlige Sygesikring<< har viðtiknar lógir áseta hvørjar útreiðslur verða goldnar. Í Norðurlondunum er Danmark einasta landið, har tað er álagt øllum landsins borgarum at rinda fyri tey, sum á frítíðarferð í Evropa og fáa brúk fyri sjúkraviðgerð, sjúkrahúsuppihaldi ella skulu flytast heimaftur. Fyri fáum árum var skipanin galdandi fyri frítíðraferðir upp í 60 dagar, men seinni stytt til 30 dagar. Á hvørjum ári er spurningurin frammi um at taka skipanina av. Føroyar eru sostatt í somu støðu sum hini Norðurlondini, á ferðum suðuri í Evropa nevnilig: Tey ferðandi mugu antin sjálv rinda sjúkraviðgerð og heimflutningsútreiðslur ella býta útreiðslurnar sínámillum gjøgnum tryggingarfelag. So gott sum øll velja ferðatryggingina, tí tey vita, at tá illa veit við, er talan um einstakar rokningar millum kr. 50.000,- og 200.000,- í evropeiskum øki. Hvussu stór endurgjøldini vóru í 1995 frá donsku tryggingarfeløgunum til teirra viðskiftafólk, er okkum ókunnugt. Ferðatryggingartreytir og prísir verða regluliga endurskoðað bæði her og aðrastaðni. Síðani stóru broytingarnar hjá okkum í 1994/ 95 eru prísirnir t.d. fyri ferðir til Onglands og Allan Heimin lækkaðir og tryggingarhæddirnar fyri viðføri á Trygg Bilferð tryggingini eru hækkaðar uttan meirkostnað. Vit vita, at um ársskiftið eru stórar broytingar gjørdar í donsku ferðatryggingunum. Teir hava millum annað strikað lágprístryggingarnar nevndar >>budget<< tí fleiri av tryggingarupphjæddunum vóru ov smáar til at gjalda allan skaðan hjá viðskiftafólkunum. Hesum vistu vit av í 1994 /95, og valdu tí ikki at taka lágprístryggingarnar við í okkara úrval. Tað skuldi heldur ikki verið neyðugt, tá prísirnir her eru lægri enn >>plus<< tryggingarnar í Danmark, tá sama vøra við somu skyldum verður samanborin. Dygd kostar Spurt verður um vit sum einasta ferðatryggingarfelag her á landi lata eina rímiliga tænastu á hesum øki. Av tí at tað neyvan er rætt av okkum at svara hesum spurningi, verður í staðin upplýst: Vit hava sett okkum sum mál, at føroysku ferðatryggingar altíð skulu umfata alt tað feløgini kring okkum bjóða teirra viðskiftafólkum. Umframt skulu tryggingar leggja upp fyri serliga tørvinum ferðandi úr Føroyum til eina og hvørja tíð hava. Her kundu vit nevnt alt tað, sum starvsfólkini á ferðamannastovunum á hvørjum ári fáa gjøgnumgingið á okkara skeiðum. Óivað fer hetta at fylla ov nógv her, og loyva vit okkum at vísa til ferðafaldararnar, sum nágreiniliga vísa á munirnar til frama fyri ferðandi úr Føroyum. Víst verður eisini til starvsfólkini á ferðamannastovunum og okkara egnu avgreiðslum. Nú so nógv er skrivað um rættindi og skyldur á ferðum, fara vit at gera vart við/ minna á, at vit kunnu koam verri fyri á ferð Í Danmark enn hinum Norðurlondunum. Í Danmark hava vit á ferð bert rætt til bráðfeingis læknahjálp og innlegging á sjúkrahús. Verður tað dýrari enn vanliga ferðaseðilin at flyta okkum heim aftur, mugu vit sjálvi rinda eykakostnaðin, um eingin ferðatrygging er at rinda. Vinarliga, Tryggingarsambandið Føroyar Kjartan Dalsgaard, marknaðarleiðari Øll kristin trúarsamfeløg vóru ikki spurd Sambært fjølmiðlunum hava menn í sambandi við ætlaða 1000-árahaldið fyri kristnitøkuna í Føroyum spurt øll kristin trúarsamfeløg, um tey ynsktu at vera við. Bert brøðrasamkoman vildi ikki vera við. At øll kristin trúarsamfeløg vórðu spurd, er kortini ikki satt. Hóast góð 60 ár eru liðin, síðan Jehova Vitni fyrstu ferð byrjaðu at boða her í landinum, verða tey eyðsæð ikki mett sum kristin. Tey vórðu í hvussu er ikki spurd. Ikki at vit eru firtin um tað ella fegin vilja sleppa upp í part. Svar okkara hevði kortini verið eitt nei. Partvís halda vit sum brøðrasamkoman ikki, tað ber til at kristna eitt heilt land í senn, partvís tykist framferðarhátturin fyri 1000 árum síðani okkum ikki at vera í samsvar við Bíbliuna. Tá Føroya bispur í fjølmiðlunum sigur, at øll kristin trúarsamfeløg, uttan brøðrasamkoman, hava sagt ja, kann onkur skilja tað, sum Jehova Vitni eisini skulu vera við í 1000-árahaldinum. Tað ynskja vit við hesum at avsanna. Annars undrast vit kanska eisini á, at Sigmundur Brestison, sum ferðaðist kring oyggjarnar við svørði í hond, verður mettur sum kristin, meðan Jehova Vitni, ið koma við Bíbliuni í hond, ikki roknast sum kristin. Tá Jehova vitni boða hús úr húsi, er tað, tí eingin annar enn Jesus Kristus sjálvur beyð okkum at gera tað. (Matt. 24:14; 28:19, 20) Alt tað, Jehova Vitni trúgva, og lív teirra sum heild, tekur støði í fyrimyndini hjá teimum fyrstu kristnu, soleiðis sum vit lesa um í Nýggja Testamenti. Vinarlig heilsan, Tíðindatænastan hjá Jehova Vitnum í Føroyum Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Løgtingsskrivstovan flutt í nýggj hølir Skrivstovan, sum hevur hildið til í gamla apoteki á Áarvegnm, hevur nú nærum fingið tvífalt so stórt húsarúm. Umframt løgtingsskrivstovan er eisini tvey nevndarhøli, sum áður leigaðu úti í býnum Gjáramorgunin lat Løgtingsskrivstovan upp í nýggjum hølum í E. Jalsgøtu. Nýggja skrivstovan hevur fingið innivist í húsunum, har Dimmalætting áður var. Løgtingsskrivstovan er avgreiðsluskrivstova hjá Løgtinginum, og hevur umsitingarliga arbeiðið hjá tinginum um hendi. Løgtingsskrivstovan er undir formansskapinum í tinginum. Tilsamans arbeiða níggju starvsfólk á Løgtingsskrivstovuni, sum nú hevur umleið 400 fermetrar gólvvídd at virka í. Fíggjarnevndarformaðurin fer lætt um sannleikan Orsøkin má vera tann, at Sune Jacobsen, fíggjarnevndarformaður ikki hevur nóg holla vitan, ella er hann dólskur og hevur sera vánaligt minni. Trúgvi treyðugt at hann sigur ósatt við vilja. Men hann fer í øllum førum ógvuliga lætt um sannleikan í Dimmalætting leygardagin Í Dimmalætting seinasta leygardag skrivar Sune Jacobsen, fíggjarnevndarformaður undir heitinum: >>Javnaðarflokkurin er gekkurin<<. Tann skemtiliga partin av greinini, har fíggjarnevndarformaðurin ger javnaðarflokkin til gekkin, sum slær alt upp í glens, skal eg lata liggja. Skal bert sláa fast, at tá tað snýr seg um at sláa alt upp í glens, liggur sambandsflokkurin fleiri bátslongdir frammanfyri javnaðarflokkin. Men í endanum á greinini sigur Sune Jacobsen: >>Sostatt kann javnaðarflokkurin, sum hevur sitið við stjórnarvaldið, meðal skuldin í høvuðsheitum er vaksin frá ongum til 6 milliardir...<<. Og her er tað at fíggjarnevndarformaðurin mistekur seg so tað stendur eftir. Hann sipar til tíðarskeiðið frá januar 1985 til januar 1989. Men hann sigur nógv minni enn hálvan sannleikan. Um hetta er við vilja, ella orsakað av tørvandi vitan, veit eg ikki. Tann fyrsti, sum nakrantíð hevði orðið uttanlandsskuld fyri munni í føroyskum politikki, var tann sera vælkendi sambandsgekkurin, Pauli Ellefsen, fyrrverandi løgmaður og fyrrverandi sambandshøvdingi. Hann dugdi veruliga at sláa alt upp í glens. Í valskeiðnum frá 1978 til 1980 og uppundir løgtingsvalið í 1980 koyrdu hann og sambandsflokkurin nógv uppá uttanlandsskuldina. Tá var talan um eina føroyska nettouttanlandsskuld uppá 1 milliard krónir. Hetta var skuld hjá landinum, kommunum, almennum stovnum og teimum privatu. Sambandsflokkurin kom framat aftaná løgtingsvalið í 1980 og sat við stjórnarvaldinum frá januar 1981 til januar 1985. Tá tók javnaðarflokkurin við aftur. Nú var føroyska nettouttanlandsskuldin ikki longur 1 milliard, men 3 milliardir krónir, t.v.s. at hon varð trýfaldað eftir fýra árum. Sostatt er tað beinleiðis ósatt, at vit onga uttanlandsskuld høvdu, tá javnaðarflokkurin tók við í 1985. Og lat tað verða sagt beinan vegin, at tey somu fýra árini hjá sambandsflokkinum, vórðu veðhaldsskyldurnar hjá landskassanum tvífaldaðar, úr 500 milliónum uppí 1000 milliónir krónir. Lat meg rættleiða fíggjarnevndarformannin og sláa fast, at tá javnaðarflokkurin tók við í januar 1985, var nettouttanlandsskuldin ikki 0 kr., men 3 milliardir krónir. Hetta er próvfast og kann ikki reingjast. Tað hevur fíggjarnevndarformaðurin skyldu at vita. Tá Sune Jacobsen so sigur, at nettouttanlandsuldin vaks uppí 6 milliardir krónir, meðan javnaðarflokkurin sat við stjórnarvaldinum, so skal hetta takast við einum rættiliga stórum fyrivarni. Tað eigur fíggjarnevndarformaðurin eisini at vita. Fyrivarnið liggur í tí, at seinast í landsstýrisskeiðinum, sum fevndi um tíðarskeiðið frá januar 1985 til januar 1989, varð tann hátturin, sum Hagdeildin nýtti, tá uttanlandsskuldin varð uppgjørd, munandi broyttur. Frammanundan fevndu hagtølini bert um ein part av skuldini. Nevniliga skuldina hjá landskassanum, hjá almennu stovnunum, kommununum og ein part av privatu skuldini. Við nýggja uppgerðarháttinum varð øll tann privata skuldin leitað fram. Tí kundi tað henda, at uttanlandsskuldin eftir eini nátt, vaks við hundraðtals milliónum. Tað vil við øðrum orðum siga, at varð hesin uppgerðarhátturin nýttur við árslok 1984, so var nettouttanlandsskuldin ikki 3 milliardir krónir, men væl meira enn tað. Møguliga 4 milliardir ella 4,5 milliardir krónir. Eg veit tað sjálvandi ikki. Tá ein uppgerðarháttur verður nýttur við árslok 1984, og ein heilt annar við árslok 1988, ber illa til at sammeta gongdina við føroysku uttanlandsskuldini í hesum báðum landsstýrisskeiðunum. Lat meg at enda gera vart við, at eftir míni áskoðan er formanssessurin í løgtingsins fíggjarnevnd eitt so mikið týðandi politiskt starv, at fíggjarnevndarformaðurin ikki kann loyva sær at sleingja um seg við pástandum, sum ikki hava hald í veruleikanum. Um tað sømir seg fyri sambandsmannin Suna Jacobsen kann hann sjálvur døma um. Á kyndilsmessu 1998 Vilhelm Johannesen Álvarsligar og grovar ákærur Nú vóru teir so aftur við arbeiðsrættinum, - hesaferð kanska eitt sindur ógreitt hvat nýtast skuldi sum grundgeving fyri at fáa hjartamálið ígjøgnum. Skuldi tað verða tryggleikin hjá komandi oljumillióningunum ella eitt >>varskó<< til næmingar og studentaskúlalærarar, um hvør tað er sum avger, hvar skápið skal standa. Men ein fleingja skuldi so til hesaferð, fyri at steðga ørskapinum. Og gott var tað! Lat tað verða sligið fast beinanvegin, at fakfeløgini fara ikki at viðgera uppskot, sum liggja á hesum borðinum, sum hesir báðir nú komu fram við hendan dagin, - og tað er eisini klárt og greitt boðað frá, tá seinasta royndin varð gjørd í 1989 og eisini seinni. Fakfeløg hava áður víst á, at helst kann ein meira liðilig skipan setast í verk í sambandi við gerðarrættin. Vit kunnu kanska kalla tað ein víðkaður gerðarrættur, sum allir partar á arbeiðsmarknaðinum semjast um at seta í verk. Vit leggja eisini til merkis, at landsstýrismaðurin Kristian Magnussen, sum varðar av hesum í landsstýrinum, eisini er av tí áskoðan, at ein broyting má verða gjørd í semju við arbeiðsmarknaðin. Og tað er at fegnast um. Men tað sum fyrst og fremst fekk meg til at gera hesa viðmerking, eru tey orð, sum løgtingsmaðurin Bjørn á Heygum kemur við í samrøðu við Dimmalætting fríggjadagin 30. jan., eftir >>fleingjuna<< frá Kristjani Magnussen. Bjørn sigur m.a.: >>Í løtuni valda kaotiskir tilstandir innan hetta økið. Og hetta kann onki framkomið ella siviliserað samfelag liva við. Vit kunnu ikki bara lata standa til<< ... verandi støða minnir mest um lógloysi og onki samfelag kann liva við tí...<< At tað so eru elementir í samfelagnum, sum síggja sær fyrimun og sum eisini gera sær dælt av, at ongar reglur eru á hesum øki, tað er ein annar spurningur. Hesi ynskja ikki skipaði viðurskiftir og síggja ein fyrimun í, at tað er tað reina kaos á økinum<<. Hetta eru álvarsligar og grovar ákærur, sum settar verða fram, uttan tó at nøkur adressa er til hesar skuldsetingar. Tað kann als ikki góðtakast, at ein av landsins kosnu monnum kemur við hesum óundirbygdu skuldsetingum, og fari eg tí at biðja Bjørn á Heygum at grundgeva fyri hesum skuldsetingunum og greiða nágreiniliga frá, hvør tað er sum fremur lógloysi, ikki ynskir skipað viðurskifti, sær ein fyrimun av at kaos valdar og ger sær dælt av støðuni. Vit hava øll, sum varða av arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, krav uppá at fáa eitt útgreinað svar. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum Prumpaganda Dagblaðið kemur út aftur >>teimum fáu til eggjan og teimum mongu til øsing<< kunnger Óli Breckmann Jan Müller Glið á marknasamráðingarnar Løgmaður hevur tikið stig til at fáa marknasamráðingarnar uppá politiskt plan. Vónandi fer hetta at geva eitt gott úrslit LOKSINS komu marknasamráðingarnar við bretar upp til politiska viðgerð. TAÐ er Edmund Joensen, løgmaður, sum hevur heitt á Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra um at fáa marknamálið upp á politiskt støði. Við øðrum orðum biðjur løgmaður starvsfelaga sín í Danmark um at seta seg í samband við Tony Blair, forsætisráðharra í Bretlandi fyri at fáa hann at taka málið upp. ÆTLANIN er so, at teir tríggir skulu hittast á fundi í London ella øðrum stað. ÁHEITAN løgmans kemur eftir drúgvar samráðingar í fleiri ár, sum enn einki endaligt úrslit hava givið. Kortini er nógv broytt síðani bretar settu sítt fullkomiliga órealistiska og órímuliga krav fram fyri nøkrum árum síðani. Sambart hesum kravi skuldi markið ganga langt inn á føroyska landgrunnin. Hetta hava føroyingar fullkomiliga víst aftur. Og ikki fyrr enn í juli í ár hava bretar innsæð, at krav teirra kundi ikki vinna nakran sum helst frama. Tí komu teir við einum nýggjum uppskoti, sum føroyingar kortini ikki vildu tosa um. Harvið steðgaði málið upp og nú kemur so nýggjasta stigið í málinum. ÁHUGAVERT kundi verið at vitað, um avgerð løgmans er nakað, sum okkara fólk í samráðingarnevndini taka fult undir við, ella um løgmaður ger hetta ímóti teirra ráðum! Vit halda tað vera rætt at fyritaka sær okkurt, so tá løgmaður ikki vil leggja nakað nýtt uppskot fram undir tingunum sum aftursvar til útspælið hjá bretum, tá er væl ikki nógv annað at gera enn at fara inn í eina politiska samráðing sum samtíðis er seinasti útvegurin áðrenn ein fer til dómstólin. TAÐ verður áhugavert at síggja, hvat nýggja bretska arbeiðarastjórnin hevur at siga til málið. Um hon veruliga er sinnað at liva upp til setning sín undan valinum um , at Bretland ynskir at virða sínar grannar - skulu hesir somu grannar virða Bretland. NÚ er at vóna, at bretar vísa sín góða vilja og ikki knúska og traðka á eina lítla tjóð. Heldur áttu teir at brúkt hetta høvið til at fingið góð viðurskifti við Føroyar við tí fyri eygað at bæði londini so avgjørt hava nógv at samvinna um bæði í sambandi við olju og aðra vinnu. Fyri ikki at tosa um mentanligar økið. Hví ikki í andanum á hesum samráðingum fáa í lag aftur eitt fast rutusamband millum londini, har bæði bretska stjórnin og landsstýrið saman við privatum í báðum londum eru við! Ja ein uppafturtøka av Skotlandssiglingina á einum heilt øðrum støði. Kanska hetta var vert at nevna, tá løgmaður fer til London. VIT seta okkara álit til, at løgmaður og tey fólk, sum hann fer at hava við sær til London - um nakað verður burtur úr hesi ætlan - fara at vísa seg sum góð umboð fyri Føroya land. Hóast tað er farið, so ber eisini til at minna bretar á leiklut føroyinga undir seinna heimsbardaga. Hví ikki bjóða Blair til Føroya fyri tað! DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Í gjár Eitt lágtrýst við Vestur-Noreg fer í landsynning og køld luft við ælingi rekur av norði móti Føroyum. Eitt lágtrýst við Suðureystur-Grønland fer móti havinum norðan fyri Ísland og dýpist. Í dag Brúgvalagið haðani verður í nátt við Føroya vestaneftir. Móti vikuskiftinum fer eitt nýtt lágtrýst frá Hvarvinum móti Íslandi, og tað sendir lýggja luft móti Føroyum Veðrið í dag: Fyrst upp í hvassan vind av suðri og landsynningi og regn. Móti kvøldi snarar hann í vestan og útsynning og veksur vindin til skrið. Tað klárar í, men ælingur og hitin um 2 stig. Veðrið mikudagin: Upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi og vátaslettings- ella regnælingur. Hitin millum frostmarkið og 2 hitastig. Veðrið hósdagin, fríggjadagin og lleygardagin: Hann veksur vindin upp í skrið av suðri, men móti vikuskiftinum minkar hann vindin nakað. Fyrst vátaslettingur, seinni regn. Hitin kemur uppmillum 2 og 5 stig. Miðalhitin í desember 1997 var 6,1°, móti miðal 3,8°. Avfallið var, 148,4 mm, móti 175,4 í miðal. Miðalhitin í januar 4,1°, móti miðal 3,5°. Avfallið í januar var 177,7 mm, móti miðal 160,5 mm. Mikudagur 4. februar 1998 Jan Müller jan@sosialurin.fo Ein spildurnýggj tíð byrjar í Føroyum Tá markið kemur uppá pláss byrjar ein nýggj tíð í Føroyum, Tá fer tað at snúgva seg um møguliga tilfeingi okkara í undirgrundini, oljuna. Og tá ætla vit at lata upp dyrnar fyri bæði bretum, norðmonnum, dønum og øðrum, sum vilja gera íløgur her sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum. Hann viðgongur, at tað hevur gingið seinni, enn ætlað, men heldur kortini, at bíðitíðin hevur verið sunn og góð fyri okkum. Hon hevur givið føroyingum møguleikan at lata tingini sodna og harvið betur kunna fyrireika seg til komandi útviklingin. Nú markið er um at koma uppá pláss tekur tann annars sera tigandi Eyðun Elttør blaðið frá munninum. Eyðun Elttør, oljumálaráðharri, sigur, at ein nýggj tíð fer at byrja í Føroyum tá markið kemur upp á pláss Marknaósemjan við bretar er høvuðsorsøkin til, at eg sum oljumálaráðharri ikki havi úttalað meg so nógv alment um oljumál. Man hevur ikki viljað gjørt óneyðugar trupulleikar í tí málinum, og sum øllum kunnugt er marknamálið tætt tengt at spurninginum um eina komandi føroyska oljuvinnu her serstakliga tí fyrstu og so týðandi útbjóðingini. Hetta eru orðini hjá Eyðun Elttør, landsstýrismanni í oljumálum, tá vit seta honum spurningin, hví hann hevur verið so tigandi og ringur at fáa orð á hjá føroysku pressuni. Eyðun Elttør viðgongur, at marknamálið er ikki hansara borð, men vísir á, at bæði undanfarna landsstýrið og tað núverandi - við breiðari undirtøku frá andstøðuni - hava lagt stóra áherðslu á at rudda slóð fyri eini loysn í marknamálinum, áðrenn spónurin varð settur í eitt leitiskeið á føroyska landgrunninum. Men nú mangt tykist benda á, at vit eru nær eini loysn, heldur landsstýrismaðurin í oljumálum seg betur til at svara spurningum og greiða frá støðuni í hesum stóra og týðandi máli. -Eg vóni, og tað er mítt ynski, at vit á Oljufyrisitingini kunnu vera meira opnir í framtíðini. Tók við í mai Tað hava verið røddir frammi í flokkunum um, at tað var óneyðugt at seta ein landsstýrismann í oljumálum burturav, tá landsstýrið varð skipað fyri skjótt einum ári síðani. Nú marknatrætan hevur havt fyrsta prioritet, og landsstýrismaðurin í oljumálum harvið líkasum hevur verið í eini bíðistøðu spurdu vit Eyðun Elttør, um hann ikki harvið hevur sitið til fánýtis í hesum starvi! Tað havi eg avgjørt ikki. Eg havi brúkt tíðina til at kunna meg við hetta nýggja og stóra økið og havi brúkt nógva tíð saman við mínum embætisfólki á oljufyrisitingini. Tað hava so eisini verið nógvar uppgávur í sambandi við at umboða Føroyar mótvegis oljufeløgunum, nakað, sum eg haldi hevur týdning fyri okkum uppá longri sikt. Eyðun Elttør heldur tí sjálvur, at tað hevur verið eitt bæði neyðugt og gevandi signal at senda út til altjóða oljuheimin, at Føroyar settu ein landsstýrismann í oljumálum burturav. Eyðun Elttør sigur seg annars at vera sera væl nøgdan við arbeiðið hjá Oljufyrisitingini og vísir á, at hóast tað er mest umráðandi, at fólkini her arbeiða, fáa tann neyðuga kunnleikan, so eigur eisini ein landsstýrismaður at vera væl kunnaður. -Henda tíðin hevur so avgjørt ikki verið til fánýtis. Hon hevur verið sera lærurík og góð fyri meg og fer nú at vera góð ballast, tá vit skulu til at seta hol á útbjóðingina og aðrar fyrireikingar. Við at gera oljuna til sersakt málsøki hevur tú eisini lyft hesa framtíðar vinnuna uppá á eitt hægri støði, har hon eigur at verða. Serstakt stýri Tað er so eisini í hesum sambandi, at miðjað hevur verið móti at fáa oljuna burtur úr Vinnumálastýrinum og gera eina deild ella direktorat, sum burturav umsitur oljumál. Eyðun Elttør er varin, tá nomið verður við henda spurningin. Sambart ætlaða almenna bygnaðin skuldu oljumál í hvussu er at byrja við vera partur av Vinnumálastýrinum og so skuldi ein seinni, tá størri virksemi hevði tikið seg upp, skipa oljuna í sjálvstøðugt stýri. Men eftir øllum at døma hevur Eyðun Elttør mett, at tann stundin longu er komin, og hevur hann tí eisini húsast undir somu lon sum Oljufyrisitingin nú í longri tíð. -Tað er her eg sum landsstýrismaður hoyri heima, saman við teimum mongu fólkunum, sum dag og dagliga arbeiða við oljumálum. Eyðun Elttør váttar, at hann hevur givið til kennar, at tað er neyðugt, at tað verður arbeitt sjálvstøðugt við oljumálum á sjálvari Oljufyrisitingini. Landsstýrismaðurin sigur, at tað fer ikki at ganga so nógv tíð til, at teir verða eitt sjálvstøðugt stýri uttan nakað tilknýti til Vinnumálastýrið. Hann vísir á, at tað skjótt fer at verða boðið út til leiting, og tá verður helst eisini neyðugt at fáa serkøn fólk uttanífrá til at leggja okkum lag á. -Eg leggi stóran dent á, at alt virksemi, sum hevur við oljuna at gera, ikki bert verður ein partur av øðrum virksemi her í landinum. Vit skulu jú umsita eitt tilfeingi, og eg dugi ikki at síggja tað neyðuga í, at hetta skal verða partur av einum stýri, sum umsitur onnur vinnumál. Tað er tørvur á, at hetta verður eitt stýri fyri seg. Hitti Battle í Stavanger Hóast Eyðun Elttør ikki hevur havt nakað beinleiðis við marknatrætuna við bretar at gera, so vónar hann kortini, at fundurin hann hevði við enska starvsbróðurin, John Battle, í Stavanger í fjør, var við til at fáa loyst upp fyri marknamálinum, sum var vorðið fastlæst. Eg ivist ikki í, at tann fundurin hevur ikki drigið frá, men hevur heldur lagt aftrat til okkara fyrimun. Saman við embætismonnum frá Oljufyrisitingini, sum eisini eru partur av føroysku nevndini, ið samráðist um markið - og í fullari semju við løgmann - gjørdi Eyðun Elttør tí bretska orkumálaráðharranum greitt, hví føroyingar stóðu so fast við miðlinjuprinsippið, og soleingi bretar ikki vildu góðtaka hetta, fór neyvan nakað at henda, og tað vildi so aftur hava við sær, at eitt annars áhugavert oljuøki fór at liggja órørt í mong mong ár aftrat. Her hittust tveir ráðharrar, har hvørkin hevði beinleiðis ábyrgdina av málinum, men har báðir høvdu ein felags áhuga í, at málið bleiv loyst. Samstarv við bretar Tá endalig semja verður gjørd um markið, verður tørvur beinanvegin á samstarvi við bretar á nógvum økjum. Talan er jú um at seta gongd á eina leiting í einum lutvíst ókendum øki, har bretar og føroyingar eru næstu grannar. Verða t.d. funnin oljufelt, sum ganga tvørturum markið, so verður neyðugt við greiðum avtalum á tí økinum, og eisini kann hugsast, at bretar kunnu rætta føroyingum eina hjálpandi hond í sambandi við fyrstu føroysku útbjóðingina. Hetta er nakað, sum als ikki er fremmant fyri Eyðun Elttør, og er tað ikki óhugsandi, at báðir oljumálaráðharrarnir fara at hittast aftur. -Tað haldi eg er vert at umhugsa leggur Eyðun Elttør aftrat og vísir á, at tað eru komnar rættiliga ítøkiliga ábendingar frá bretum um, at teir eru sinnaðir til at bjóða okkum at vera við, tá teir fara at leggja eina útbjóðing til rættis í økinum. So tað ræður um at kunna troyta teir samstarvsmøguleikar, sum eru ikki bert við bretar, men eisini við bæði norðmenn og danir á oljuøkinum. Tá markið er komið uppá pláss byrjar ein spildurnýggj tíð í Føroyum. Tá er tað oljan, tað snýr seg um. Vit ætla tá at opna dyrnar fyri bæði bretum, dønum, norðmonnum og øðrum, sum vilja vera við til at leita eftir olju og gassi á landgrunninum. Oljuprísir og Føroyar At markið kemur uppá pláss er gott fyri okkum, men lágu oljuprísirnir toga so hinvegin. Tað eru tey, sum halda, at oljuleiting við Føroyar hevur onga framtíð í løtuni og tað besta vildi verið bara at bíðað til betri tíðir! Eyðun Elttør vísir til, at vit við lóggávuni frá 1993 hava sett út í kortið og hava fyrireikað bæði okkum sjálvi og oljuídnaðin uppá, at vit skulu í gongd við veruligar oljuleitingar. Tað eru gjørdar íløgur í milliardaklassanum á føroyaøkinum, sum neyvan nakar ynskir skulu fara fyri skeyti. Vit hava so eisini sagt frá, at ein útbjóðing verður so skjótt hon er klár. Hetta er alt í tráð við løgtingssamtyktina, og tað er einki, sum sigur nakað annað. Sjálvandi er tað øðrvísi nú við so lágum oljuprísum, enn tað var fyri tveimum árum síðani. Men oljuverkætlanir eru langsiktaðar, og tí er tað eitt sindur trupult at leggja ítøkiligar verkætlanir alt eftir, hvussu prísirnir eru í dag. Tað er heldur einki, sum týðir uppá, at áhugin fyri føroyska økinum er minni í dag, enn hann hevur verið. Eyðun Elttør vísir á, at oljufeløgini orka sjálvandi minni í dag enn fyri tíð síðani, soleiðis, at tað verða kanska færri og veikari arbeiðsprogramm, sum verða løgd fram, har vit annars kundu ynskt okkum tað optimala. -Vit fara at síggja, at oljufeløgini fara at leggja seg eftir ávísum økjum heldur enn at spjaða seg, og vit kunnu tí rokna við, at feløgini neyvan fara at vága sær út í leiting norðan ella vestan fyri Føroyar við verandi prísum. Feløgini vilja heldur ganga út frá teimum verandi kendu økjunum stutt frá markinum. Ein má tí ganga út frá, at feløgini fara søkja um økini nær markið. Landsstýrismaðurin sigur víðari, at meðan vit við sera góðum oljuprísum t.d. kunnu krevja av oljufeløgunum, at tey átaka sær at bora so og so nógvar brunnar, so verða vit noyddir til at taka hædd fyri lágu prísunum og kanska linka um hesi krøvini. Men tað skuldi kortini ikki havt nakra álvarsliga avleiðing við sær. Vit á Oljufyrisitingini eru rættiliga bjartskygd at fáa eitt leitingarumfar í gongd, sum gevur góða meining í okkara verð, og sum vónandi verður grundarlag undir eini longri prosess, har tað koma aðrar rundur seinni. Annars kann ein rokna við, at fleiri av bólkunum verða øðrvísi, tá tað nærkast útbjóðingini. Tað kann eisini henda, at feløg, sum í dag standa á síðulinjuni og hyggja at, fara at melda frá luttøku, tá latið verður upp fyri runduni. Sosialurin skilur annars, at einki felag enn hevur boðað frá, at tað tekur seg aftur av føroyaøkinum. Hetta kemst uttan iva av tí, at tey halda seg hava rættiliga góðar ábendingar um, at her er okkurt. At tað er ringt at finna nýggj stór felt í Norðsjónum ger, at feløgini náttúrliga leita víðari til grannalagið fyri at vita, ikki minst um her kunnu vera stór felt, sonevndir elefantar. Vit mugu so heldur ikki gloyma, at feløgini eru ikki sinnað at leggja allar bóltar í eina kurv. Tey vilja heldur spjaða vágina, og tá Føroyar eru eitt politiskt trygt øki, telur hetta til okkara fyrimun. Lágir prísir sunt fyri okkum Eyðun Elttør heldur ikki tað er rætt, um vit føroyingar nú fara at ivast í, um tað í heila tikið er rætt at fara undir eina leiting við so lágum oljuprísum, tí tað hevur so ómetaliga nógv at siga at koma í gongd við at leita. Tær fyrstu boringarnar eru av stórum týdningi bæði fyri føroyskar oljumyndugleikar og fyri oljuídnaðin. Eg síggi, eisini í føroyskari pressu, at man er farin at ivast í, um vit fáa nakra vinnu, nú skorið verður niður aðrastaðni. Her haldi eg tað er umráðandi at gera sær greitt, hvat vit tosa um. At oljufeløg leggja ávísar verkætlanir, tvs. oljuøki, sum eru funnin og sum skuldu undir framleiðslu, á hillina hevur einki at gera við áhugan og ikki minst tørvin á at leita eftir nýggjum økjum við olju og gassi. Har felt, sum eru funnin og skulu byggjast út, skal tú til at læna pengar. Har hongur tað so bráddliga ikki saman við lágu oljuprísunum. Tí vilja feløgini nettup royna at finna nýggj felt í nýggjum økjum, sum eru størri og sum tí nettup kunnu bera lægri oljuprísir. So tað eina útilokar ikki hitt, kanska tvørturímóti. Tað ræður eisini um hjá oljufeløgunum at halda eykagoymslurnar við líka. Landsstýrismaðurin, sum hevur verið á vitjan bæði í Noregi og í Alaska í sambandi við oljuvinnunarnar har, sigur, at hesar vitjanir hava lært seg, at tað er kanska slettis ikki so galið, at oljuprísirnir eru lágir, tá farið verður undir leiting við Føroyar, tí hetta lærir okkum at fara sinniliga, skilagott og realistiskt fram. Høvdu prísirnir verið í topp, so Gud viti, hvussu vit høvdu borið okkum at. Nú teir eru lágir kann tað føra til, at vit hugsa eitt sindur jarðbundið. Vit spurdu Eyðun Elttør um tað ikki er ein vansi við hesum lágu oljuprísunum, at vit ikki kunnu seta nóg stór krøv til oljufeløgini! Hvat er nóg stór krøv? Tað fella bara samfelagnum inntøkur, um eitt vinnuligt virksemi gevur yvirskot. Tað eru jú nógv, sum siga, at vit stóran part av 80-unum reelt sæð einki yvirskot høvdu av fiskivinnuni. Onkur vil entá siga, at vit kundu bara verið givin. So spurningurin er, hvat hóskandi ella nóg góð krøv er til eina og hvørja tíð. Og tað er svingandi. Álitið á føroyingar Hesi seinastu árini hava føroyingar meldað út fyri umheiminum, at vit skulu í gongd við eina oljuleiting, og tíðarkarmur er settur upp og so broyttur aftur og aftur. Á ólavsøku í fjør segði løgmaður, at kolvetnisskattalógin skuldi koma fyri tingið innan árslok, men hon er enn ikki komin á tingborð. Á nýggjárinum boðaði løgmaður frá, at útbjóðingin verður løgd fyri tingið á ólavsøku. Men hvørja trygd hava oljufeløgini, ið skulu gera íløguætlanir fyri, at útbjóðingin fer at halda, tá kolvetnisskattalógin enn ikki er komin á tingborð og er ikki vandi fyri, at okkara trúvirði hevur fingið eitt skot fyri bógvin! Eyðun Elttør: -Eg kann bert siga, at markið hevur verið ein trupulleiki fyri øll tey, ið hava arbeitt í oljufyrisitingini, sum jú hava sett út í kortið, hava sett eina maskinu ella eitt tok í gongd, og oljufeløgini hava verið í góðari trúgv. Tey hava fyrireikað seg, og vit hava fyrireikað okkum við tí fyri eygað at kunna fara undir leiting og seinni eisini framleiðslu fyri at fáa inntøkur. Uttan framleiðslu hava feløgini ongar inntøkur. Tað at feløgini vilja gera íløgur her er við vón um at fáa inntøkur í hinum endanum. Eyðun Elttør vísir á, at orsakað av markinum, sum vit av náttúrligum orsøkum ikki hava kunnað tosað opið út um, hevur verið so torført at handfara oljufeløgini til lítar. -Men eg haldi, at tey flestu feløgini, sum vit hava tosað við, hava eitt gott forstáilsi fyri hesum trupulleikanum, og tí haldi eg ikki, at tey hava mist álitið á okkum ella seta spurnartekin við okkara trúvirði. Men tú kanst ikki brúka markið til at forklára, hví ein rammulóg sum kolvetnisskattalógin ikki verður liðug? Har mugu vit so bara ásanna, at tingini hava tikið eitt sindur longur tíð enn ynskt. Tað er so eisini ein spurningur um, hvussu nógvar kreftir vit leggja í hesi tingini. Men kortini haldi eg, at hetta við markinum, at vit als ikki hava vitað, hvønn veg tað bar, hevur sett ein dempara á. Tú hevur líkasum ikki vitað, hvat tú skuldi gera. Eyðun Elttør roknar við, at kolvetnisskattalógin verður løgd fyri tingið um stutta tíð. Útbjóðingin í heyst Sveinastykkið hjá landsstýrismanninum í oljumálum má sigast at vera fyrsta útbjóðing. Um hana sigur Eyðun Elttør, at einaferð í heyst verður latið upp. So skjótt markið er komið uppá pláss verður full ferð sett á arbeiðið uppá útbjóðingina. Hetta er nakað nýtt fyri okkum, men eg havi álit á, at okkara fólk fara at klára hesa uppgávuna, og miðjað verður so móti at hava eitt uppskot klárt til í heyst. So skal tingið umrøða tað, og eftir tingviðgerðina fara so ikki at ganga nógvir dagar til ein runda kann leggjast fyri oljufeløgini. Síðani verður sett ein freist úr trimum til seks mánaðir hjá feløgunum at gera sítt arbeiðið í, og eftir tað ganga so aftur nakrir fáir mánaðir at viðgera umsóknirnar. Nær fyrstu loyvini verða givin velst so um, hvussu stórur áhugin er fyri at søkja. Sosialurin skilur, at vit eru komin út á summarið ella heystið ár 2000, áðrenn loyvi verða givin til boring. Bretar áðrenn vit Nú markið kemur uppá pláss, so kann roknast við, at bretar verða fyrr enn vit við eini útbjóðing í teimum fyrr umstríddu økjunum. Kann tað ikki gera, at oljufeløgini heldur velja at brúka sínar pengar í leiting bretsku megin markið enn her hjá okkum? Til tað sigur landsstýrismaðurin, at hetta er eitt mál, sum hevur verið umrøtt á Oljufyrisitingini, men hann metir ikki, at tað verður nakar trupulleiki. Tí fáa feløgini skjótt greitt at vita, hvat tey kunnu vænta hendir á okkara øki, so fara tey eisini at planleggja eftir tí. -Eg trúgvi ikki, at ein útbjóðing á enskum øki útilokar nakran áhuga fyri eini útbjóðing her hjá okkum nakað seinni. Føroysk oljufelag við Herfyri gjørdi eitt føroyskt privat oljufelag av at fara upp í samstarv við útlendskt oljusamtak. Tað eru onnur útlendsk oljufeløg, sum hava ávarað móti einum slíkum útviklingi, har føroysk luttøka í einum einstøkum samtaki skal geva tí fyrimunir fram um onnur feløg. Sær Eyðun Elttør onga vanda í hesum? Okkara málsetningur hevur verið og verður, at eingin fær framíhjárættindi, antin hann so hevur samstarv við eitt føroyskt oljufelag ella ikki. Men er tað ikki sera ringt at koma uttan um eitt samtak, har stórur partur av føroyskum vinnulívi er við, tá man jú nettup her lagt dent á týdningin tað hevur at hava føroyska vinnulívið við í einum útviklingi? Tað er eingin loyna, og tað er eisini við í oljulóggávuni, at vit síggja helst, at føroyskar vørur og tænastur verða brúktar av oljufeløgunum, sum fáa loyvi, men tað hava øll oljufeløgini møguleika at fyrihalda seg til við ella uttan luttøku av einum føroyskum oljufelag. Vit kunnu ikki geva einum samtaki við føroyskari luttøku fyrimunir. Her mugu vera reinar linjur. Eyðun Elttør vísir her til, at leiðslan í Atlants Kolvetni nettup hevur lagt dent á, at samtakið tað arbeiðir við ikki skal hava fyrimunir fram um onnur. The Faroes Partnership fær ikki nakran fyrimun fram um annað felag bara tí at teir hava eitt føroyskt felag við. Eg gangi út frá, at okkara fakfólk, sum viðgera umsóknirnar, hava púra reint borð, og tað álit havi eg eisini á teimum. Alment oljufelag? Hvat sigur landsstýrismaðurin so til spurningin um eitt alment oljufelag - er tað rætt at bert nakrir fáir føroyingar, sum eiga kapital, skulu hava møguleika at fáa burtur av oljuinntøkunum? Hetta málið verður kannað í løtuni. Men her mugu vit gera okkum greitt, at eitt føroyskt oljufelag, sum tað almenna eigur, ger ikki Palleba og Marsannu í sær sjálvum ríkari, tí landið kann taka pengar inn uppá so nógvar mátar m.a. við skatti. Tað kemur aftur almenningum til góðar. Eyðun Elttør leggur aftrat, at tað einasta, sum er víst, tá tú fer inn við einum almennum oljufelag, er, at tað fer at hava útreiðslur við sær. -Um eitt privat oljufelag skuldi vunnið pengar fyri sínar íløgur, so haldi eg tað er frálíkt. Teir koma ongantíð at taka allar pengarnar, sum tann føroyski almenningurin kundi fingið. Verður oljuleiting við Føroyar væleydnað, so fer eitt pinkulítið privat felag í einum samtaki við onkrum lítlum prosentparti ikki uppá nakran máta at undirgrava møguleikan hjá tí føroyska almenninginum at tjena pengar. Tvørturímóti fer tað at hjálpa til. Og tað er nettup hetta, sum oljuvirksemi snýr seg um: at taka á seg vágiligar íløgur. Men tað er júst tað virksemi, sum samanlagt skal hjálpa okkum føroyingum at fáa nyttu burtur úr. Læra av øðrum Vit spurdu at enda oljumálaráðharran, um vit føroyingar hava verið ov órealistiskir í oljumálinum - hava vit sett ov nógv í gongd, uttan at vita, um nøkur olja er her? Avgjørt ikki. Men longu nú eiga vit øll somul í landinum at hugsa um, hvat skal henda, tá oljan rennur inn í búskapin. Tað var ein av lærdómunum vit fingu heim úr Alaska: at tað er so umráðandi at gera sær greitt, hvussu oljuinntøkurnar skulu ávirka og harvið eisini stýra samfelagsgongdini. Landsstýrismaðurin sigur í hesum sambandi, at talan er um ein langsiktaðan útvikling. Tey fyrstu fimm árini koma neyvan nakrar stórar inntøkur til samfelagið, og koma tær tey fyrstu 10 árini, so er talan um eina successøgu. Eyðun Elttør vísir annars á, at bæði í tíðini tá Martin Heinesen var leiðari á Oljufyrisitingini og nú Herólvur Joensen stendur á odda hevur verið gjørt nógv burtur úr at mana til, at vit hildu bæði beinini á jørðini. Eg haldi, at tað, sum okkara fólk hava gjørt higartil, hevur verið gjørt varisliga og skilagott. Og lat meg her undirstrika, at meðan hetta arbeiðið hevur verið gjørt, so hevur ein rúgva av føroyingum fingið sær útbúgving og arbeiði innan frálandavinnuna. Eyðun Elttør vísir til allar teir føroyingar, sum í dag arbeiða í oljuvinnuni. Tað er útilokandi tí, at umheimurin hevur fingið eyguni upp fyri, at í Føroyum fer kanska okkurt at henda. Sosialurin skilur annars, at tey fólkini, sum í dag arbeiða á Oljufyrisitingini við sjálvum landsstýrismanninum á odda, kanska ikki eru so ónøgd við útviklingin kortini - hóast tey halda, at tað hevur gingið í so seint. Hetta líkasum hevur givið føroyingum møguleika at lata tingini sodna og finna út av, hvat man vil við øllum hesum. Eg haldi tað hevur verið gott við hesi umhugsunartíðini og fyrireikingini seinastu fimm árini. Men nú mugu vit til at handla sigur oljumálaráðharrin at enda. Útlendskur kapitalur í føroysku fiskivinnuni! Jørmund Vágadal sóknast eftir, hvat politikararnir vilja við málinum um útlendskan kapital í fiskivinnu okkara. - Tað einasta, politikararnir siga er, hvat teir ikki vilja - men hvat vilja teir, spyr Jørmund Vágadal Mótmælini einstáttað og til tíðir fanatisk. Síðan stál-línuskipini komu til Føroya fyri 35 - 45 árum síðani er, so at siga onki hent innan hesa vinnugrein. Manglandi fíggjarmøguleikar í Føroyum noyða menn uttanlands at finna fígging og mátarnar, at skrúva hesar fíggingar saman uppá, eru nógvir. Hví eru føroysku fíggjarstovnarnir so kargir at fíggja fiskivinnuna, tá tað allastaðir verður sagt, at hetta er grundvøllurin, sum vit øll standa á og liva av? Tiltøkini og mótmælini hjá politikkarunum standa í leysari luft og mangla loysnir. Hvat vil løgtingi? Vit vita hvat teir ikki vilja. Útskiftingin í 60'unum Meg minnist síðst í fimti árunum og fyrra partin av seksti árunum, tá øll stállínuskipini komu til Føroya, smíðað fyrst og fremst í Noreg, Fraklandi og Føroyum. Tá var rómur og gaman á bryggjukantinum og reiðarar og skiparar hildu megnar røður frá høga brúgvavonginum, og hornorkestur og sangkór sungu og spældu. Hetta var sum á ólavsøku og øll frøddust bæði ungur og gamal. Síðan tá hevur verið friðarligt á keikantunum runt landið, og er so at siga onki hent innan línuvinnu í Føroyum annað enn, at skip hava fingið eina egningarmaskinu ísetta, sum lættir um arbeiði umborð. Somu skipini frá 60'unum, sum í dag eru um 40 ára gomul, mynda meginpartin av línuflotanum og okkurt hendinga skipið - eini 4 ella 5 í tali - eru komin afturat hesi 40 árini, sum liðin eru síðan sangurin og røðurnar vórðu hildnar í 60unum. Norðmenn yvirhála í bæði borð At vit eru eftirbátar er ikki nakað nýtt fyribrigdið, og innan útróður og línuveiðu er verunleikin skelkandi. Norðmenn hava í mong ár roynt seg við frystiskipum og fáa munandi meira burtur úr tilfanginum enn vit. Vanliga fáa teir einar 15 - 20 krónur fyri kg av avhøvdaðum, kruvdum fiski. Vit fáa millum 5 og 10 kr fyri kruvdan fisk við høvdi. Fiskurin, sum vit avreiða, má hagreiðast á flakavirkinum beinanvegin, meðan frysti fiskurin kann liggja á goymslu og takast út eftir tørvi á virkinum. Tað er torført at skilja, hví vit ikki eru farnir inn á frystibátar fyri langari tíð síðani. Hesi skip nýtast ikki at nerva heimaútróðurin, men kunnu royna á teimum ytru leiðunum og í altjóða sjógvi sum t.d. Reykjanesrygginum. Øll sunn fornuft sigur okkum, at hetta er at gagnnýta grunnarnar og her fáa vit mest burturúr bæði fyri manning og landið alt. Kemur tú inn á eitt norskt virki, sært tú somu framleiðslu sum í Føroyum. Tað er tó ein munur, norðmenn taka fiskin úr frystaranum eftir tørvi og arbeiðisorku. Annar munurin er, at skipini liggja ikki dagliga við bryggju og annars skúma firðirnir upp við sigling aftur og fram ímillum bryggju og fiskimið. Eg eri ikki nakar norðegsvinur, men rætt skal verða rætt, teir yvirhála okkum í bæði borð, og tað tykist ikki sum at vit ætlað at gera nakað við tað. Útlendskur kapitalur ein neyðloysn Tað er onki nýtt, at útlendskur kapitalur hevur verið og er ein partur av føroysku fiskivinnuni. Kristian í Grótinum, Vinddla. Frøyanes, nú Krúnborg o. fl eru bert fá dømir um henda verunleika. >>Neyð lærir nakna kvinnu at spinna<<, og fantasiurin hevur onki mark. Føroysku fíggjarstovnarnir venda tummulin niður og siga kategorikst nei til alt sum luktar av fiski. Samstundis øsa navngivnir politikkarar seg upp um, at menn av neyð leita uttanlands at finna fígging. Somu politikkarar hava fyri kortum felt uppskotið á tingið um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Somu menn ætla at seta strangari reglur um ognarviðurskifti fyri at steðga útlendskari íblandan í føroyska fiskivinnu. Somu menn fara at krevja størri kontantan pening frá føroysku íløgumonnunum. Alt hetta hendir samstundis sum vit eiga ein av heimsins elsta skipaflota, har miðalaldurin liggur um 30 ár. Sjálvt gamla Russiska Bjørnin hevur ein yngri fiskiflota enn vit. Hvat ætlað tit at gera? Harra Vilhelm Johannesen, Heini O Heinesen, Jákup Sverri Kass, Bjarni Djurholm, Edmund Joensen og Hendrik Old - eg haldi, at vit hava loyvi at spyrja tykkum, hvat tit ætlað at gera, nú tit tvørturum politisku mørkini fyri einaferð skuld eru so sára samdir um at fara í herna ímóti útlendskari fígging: 1. Ongin fígging fæst í Føroyum til at keypa skip fyri 2. Uppskotið um endurnýggjan av skipaflotanum hava tit felt á tingi 3. Vit hava ein gamlan og niðurslitnan flota, sum má og skal skiftast út 4. Tit mótmæla í ein munn um útlendska fígging og íblandan 5. Lángevarar, teir veri seg úr Noreg, Danmark, Chile, Kina ella aðarastaðir seta treytir, allir lángevarar seta treytir, og eru føroysku fíggjastovnarnir onki undantak í so máta, tvørturímóti eru teir ein teir næskastu og mugu metast sum serfrøðingar í at seta harðar treytir fyri fígging. Nú mínir harrar, hvat ætla tit at gera? Og vinarliga sig okkum øðrum, hvørja loysn tit hava til endurnýggjan av føroyska skipaflotanum. Vit vita, hvat tit ikki vilja, tað kunnu vit lesa omanfyri undir punktunum 1 -5. Tað sum manglar er at vita, hvat tit ætla at gera. Út frá omanfyrinevnda veruleika og lítið gjøgnumtonktu mótmæli tykkara, kunnu vit valla koma til aðra niðurstøðu enn, at tit ikki hava minstu hylling á ella hugmynd um, hvat skal gerast fyri at endunýggja fiskiflotan. Vinarliga Jørmund Vágadal Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hetta er avleiðingin av at vit fáa ikki fígging til skip í Føroyum Høvdu føroyskir peningastovnar viljað fíggjað skip, var óneyðugt við útlendskari fígging. Men tað kunnu eisini verða fyrimunir at fáa aðrar uppí, sigur Svend Aage Ellefsen Hevði fiskivinnan kastað nakað av sær, høvdu føroysku peningastovnarnir uttan iva verið sinnaðir at fíggja skipakeyp, og so var hesin "trupulleikin" ikki, sigur Svend Aage Ellefsen, sum eisini hevur keypt skip við norskari fígging Vit fingu ikki fígging til skipið í Føroyum. Tí var onki at gera, enn at leita okkum eftir fígging uttanlands. Svend Aage Ellefsen sigur, at orsøkin til, at teir hava norska fígging uppí í nótabátinum, sum teir nú hava keypt úr Noregi, er, at tað fekst ikki fígging í Føroyum. Nú eru nøkur fiskiskip komin til Føroyar, har í norðmenn eiga ein triðing av partapengunum og føroyingar tveir triðingar og skipini verða so fíggjað úr Noregi. Svend Aage Ellefsen sigur, at hetta er ein avleiðing, at fígging fæst ikki í Føroyum og tí eru teir heilt einfalt noyddir til at leita sær fígging uttanlands. Hann sigur, at roynt varð at fáa fígging í Føroyum, men tað var ómøguligt. Eitt av skipunum, sum eru komin í flotan við norskari fígging, er nótabáturin "Vendla", sum Svend Aage Ellefsen, og aðrir hava keypt og givið navnið Krúnan. Krúnan er ein trol- og kraftblokkabátur. Hann varð bygdur í 1948, men Svend Aage Ellefsen sigur, at tað er at kalla bara kjølurin eftir frá teirri tíðini, tí alt omanfyri sjógv er skift út. Ein stórur partur av bátinum er ikki meiri enn 10 ára gamal og hann er í sera góðum standi. Hann tekur 1.000 tons. Fyri at fáa loyvi til Krúnuna, hava teir keypt Neshamar av Strondum og selt hann til Estlands. Krúnan hevur so fingið ídnaðarloyvið hjá Neshamar. Svend Aage Ellefsen sigur, at, at leisturin er hin sami, at norðmenn eiga 1/3 av partapeninginum og at føroyingar eiga 2/3. -Hevði tað borið til at fingið fígging í Føroyum, var óneyðugt at fara uttanlands at leita eftir pengum. Men hann avsannar at tað eru aðrar avtalur galdandi, sum geva norðmonnum serligar sømdir útyvir tann eina triðingin, teir hava sett í felagið. Men annars skilir hann væl, um norðmenn seta ymsar treytir fyri at seta pening í føroysk feløg. Tann, sum eigur minnilutan í einum felag, fer sjálvandi altíð at royna at tryggja seg so væl sum møguligt ímóti, at teir fullkomiliga missa ræðið á felagnum. Tí gera teir ikki tað, kunnu teir, sum eiga meirilutan t.d. tøma felagið, uttan at teir fáa lyft ein fingur fyri at forða tí. Annars sigur vágamaðurin, at tað kunnu eisini verða fyrimunir við at hava, eitt nú norskan kapital í fiskivinnuni. Norðmenn eru fremri enn vit á summum økjum. Norðmenn hava fiskað longu, brosmu og háv á djúpum vatni undir Føroyum. Tí kann eitt samstarv við norðmenn geva okkum ein kunnleika, sum vit ikki høvdu frammaundan. Ongin vandi Nógv eru ímóti at útlendingar sleppa uppí føroyskt vinnulív, tí eiga útlendingar uppi í, fer ein partur av vinninginum eisini av landinum. Men hesum er lítil og ongin vandi fyri, heldur Svend Aage Ellefsen. Í fyrstu syftu er tað lógarfest, at føroyingar skulu eiga minst 2/3 av einum felag. Og tann, sum eigur 2/3 eigur at kenna seg tryggan. Hann sær heldur ongan vanda í, at tað so ber til at gera serligar avtalur ímillum føroysku og norsku partaeigararnar, sum gevur norðmonnum størri ávirkan og størri part í einum møguligum yvirskoti, enn teir eiga á pappírinum. Hann sigur, at fiskivinnan kastar heilt einfalt onki av sær og av tí sama er snøgt sagt ongin vinningur at býta sundur ímillum eigararnar. Hann sigur, at tað er bara nú støðan er heilt óvanlig við tað, at fiskiskapur og prísir eru í topp, at eitt sindur møguliga verður til avlops. -Annars hevur søgan lært okkum, at í føroysku fiskivinnuni er ongin vinningur at luta sundur. Og skuldi nakað lopið av, verður tað -í hvussu so er í okkara felag- lagt til síðis at styrkja felagið, so at tað kanska ber til at keypa størri og betri skip seinni. Men hvussu ber tað so til, at norðmenn vilja seta pengar í? Hvat er teita áhugamál í øllum hesum? Er tað ikki fyri at fáa vinning? -Sjálvandi vóna teir, at teir geva vinning einaferð. - At eiga 1/3 í einum felag, sum klárar seg, er ikki at forkasta. -Vónirnar eru sjálvandi, at felagið klárar seg og at partabrøvini verða meiri verd seinni so at tey kunnu kanska kunnu seljast aftur við vinningi. Annars sigur Svend Aage Ellefsen, at tað er ongin føroyingur so lítið at sær komin, at hann letur norðmenn fara við vinninginum, um talan er um eitt felag, sum kastar nógv av sær. Hinvegin vísur hann á, at ar talan um eina vinnu, sum kastaði nakað av sær, hevði tað uttan iva borið til at fingið føroyskar peningastovnar at fíggja íløgurnar og so var tann vandin av, av sær sjálvum. Men skuldi tað kasta av sær, má eisini tann, sum er sinnaður at seta pengar í eina íløgu, eisini kunna fáa eitt hampiligt avkast, ella ger hann tað ikki. Hann vil ikki kalla hetta ein máti hjá norðmonnum at sleppa av við sínar gomlu rustikustar. Norska útgerðarfelagið, sum átti bátin, er ikki á nakran hátt við í felagnum, sum eigur bátin nú. Tað er eitt annað norskt felag, sum er komið uppí. Eiga yvir 50.000 tons Svend Aage sigur, at teir hava keypt bátin, tí vit eiga eitt stórt náttúruríkidømi, sum ikki verður gagnnýtt í løtuni. Vit eiga kvotur uppá yvir 50.000 tons av ídnaðarfiski í norskum sjógvi og ES sjógvi. Men vit fiska bara í mesta lagi 18.000 tons av hesi kvotu. Tvs, at vit eiga yvir 30.000 tons til góðar. Og tað er fyri at fáa gagnnýtt hesa kvotu, at vit hava keypt hendan bátin, sigur hann. Skulu varðveita ræðið Annars heldur Svend Aage Ellefsen, at føroyingar eiga at ansa eftir at vit ikki missa ræðið á føroysku fiskivinnuni. Eg haldi, at føroyignar skulu sjálvir eiga og hava ræði á teimum náttúrgivnu, grundleggjandi møguleikunum fyri framleiðslu. Tvs, at eg haldi, at føroyingar skulu eiga og hava ræði á alibrúkunum, á fiskiskipunum og fiskiríkidøminum undir Føroyum. Hinvegin haldi eg, at tað skal standa útlendingum frítt at gera íløgur í allar aðrar vinnur, eisini í fiskivinnuna á landi. Hann heldur, at tað er hóskandi, at útlendingar kunnu eiga 1/3 í alibrúkum og 1/3 í fiskiflotanum. Hann heldur sostatt, at tað er skeivt at rúmka ræsurnar hjá útlendingum í alivinnuni, so at teir kunnu eiga 49% av alibrúkunum, sum landsstýrismaðurin hevur skotið upp - ella 40%, sum ein partur í vinnunevndini hevur skotið upp. Væl hava vit tosað um at menna alivinnuna. Men um vit ikki klára tað akkurát so skjótt, sum ætlanin hevur verið, eiga vit heldur at lata tað taka eitt ár longri, heldur ennn at brúka tað sum grundgeving fyri at at lata útlendingar sleppa uppí alivinnuna. Í fiskivinnuna á sjónum, eru lítlir og ongir møguleikar at draga meiri upp úr sjónum, enn vit gera nú, so har eru at kalla allir møguleikar brúktir. Og tá er tað skeivt at hava sleppa útlendingum ov nógv uppí, heldur Svend Aage Ellefsen. Ikki at hitta Vit royndu í gjár at fáa eina viðmerking frá Føroya Banka. Men tað eydnaðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar, tí báðir stjórarnir, Jørn Astrup Hansen og Janus Petersen, vóru upptiknir á fundi allan fyrrapartin í gjár. Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Verður loyvið tikið aftur fara vit logandi á heysin Vit hava longu keypt Frøyanes. - Og vit hava keypt hann eftir teimum lyftum, vit hava fingið úr landsstýrinum. - Verður loyvið tikið aftur nú, skilji eg onki, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø Tekur Landsstýrið loyvið til Frøyanes aftur nú, fara vit so logandi á heysin. Tummas Jacob á Løgmansbø í Miðvági dylir ikki fyri, at hann er í døpurhuga um alla fløkjuna ið er staðist av, at teir hava gjørt avtalu um at keypa frystilínubátin, Frøyanes frá norðmonnum. Men tað, sum teir ætlaðu, skuldi verða eitt nýtt, vinnuligt tiltak, sum kundi skapt nógv, góð arbeiðspláss, er nú við at blíva ein sorgarleikur í føroyskari fiskivinnusøgu. Og ikki minst er hetta við at blíva ein persónligur sorgarleikur fyri teir, sum hava keypt bátin. Tí nú kann tað enda við, at ætlanin heilt dettur niðurfyri og tað verður ein fíggjarligur smeitur av eini aðrari verð fyri eigararnar Arbeitt meiri enn eitt ár Tummas Jacob á Løgmansbø sigur, at teir hava arbeitt í meiri enn eitt heilt ár við ætlanini fyri at fáa alt at vera í lagi. Og fyri at tryggja okkum, at alt skuldi vera í lagi, og onki skuldi koma afturumaftur, hava vit havt sakførara at hjálpa okkum við øllum í sambandi við keypið, sigur hann. Tí er hann ikki sørt ørkymlaður um, at tað nú verður reistur ivi um, antin Frøyanes lýkur treytirnar fyri at fáa fiskiloyvi undir Føroyum og at tað tí er blivin ein spurningur um skipið yvirhøvur sleppur undir føroyskt flagg. Hann sigur eftirsum teir hava havt serkøna, lógrøðiliga hjálp at fáa keypið í rættlag, noyðast teir at hava álit á, at alt eisini er í lagi. Hava fingið loyvi Seinasta brennið tveitti Kaj Mortensen, fiskivinnustjóri, á bálið í útvarpinum týskvøldið, tá ið hann kunngjørdi, at vágamenn høvdu ikki fingið innflutningsloyvi til Frøyanes. Hann segði, at teir høvdu fingið eina tilsøgn um innflutningsloyvi til Frøyanes, men at hendan tilsøgnin var galdandi til 31. desember. Síðani høvdu teir biðið um at fáa tilsøgnina longda, men tað umsóknina høvdu teir ikki fingið svar uppá enn. Hetta skilir Tummas Jacob á Løgmansbø ikki. Hann tvíheldur um, at alt er í lagi. Og Frøyanes, hann er longu keyptur til Miðvágs.Og hann er keyptur eftir teimum tilsøgnum, teir høvdu fingið frá Landsstýrinum. Reiðarin í Miðvági váttar, at teir høvdu fingið tilsøgn um innflutningsloyvið og at tað gekk út 31. desember. Men sáttmálin um keypið varð undirskrivaður 11. desember. Sostat var tilsøgnin galdandi, tá ið vit keyptu bátin, sigur hann. Hann vísir á, at tað sigur seg sjálvt, at teir høvdu ikki keypt bátin, um loyvið ikki var í lagi. Tað sigur seg eisini sjálvt, at vit høvdu ikki fingið fígging til ein bátin, um innflutningsloyvið ikki var í lagi, leggur hann afturat. Tað endaliga innflutningsloyvið skuldu teir so fáa tá ið báturin kemur. Men vanliga hevur tað bara verið ein avgreiðsluspurningur. Tí sjálvandi ber tað til at binda seg figgjarliga við eini tilsøgn frá Landsstýrinum í hondini, leggur hann afturat. Tað hildu norski reiðarin og norski bankin eisini og varð keypið og fíggingin avgreidd. So heldur tað ikki, er tað eisini eitt álvarsligur trupulleiki fyri trúvirðið hjá teirri ovastu, føroysku umsitingini. Og vit hava fingið at vita frá landsstýrismanninum, at hetta var rímilig mannagongd. Hann leggur afturat, at teir hava ongantíð merkt á fiskivinnuumsitingini, at hon upp á nakran máta setti spurnartekin við ætlanina. - Tvørturímóti hevur tað verið ein ávísur spenningur í umsitingini um ætlanina. Spurningurin er so, hví teir søktu um at fáa tilsøgnina longda. Møguliga var tað eitt mistak, tí nú hoyri eg, at tað verður brúkt sum ein trumfur ímóti okkum, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø. Sjálvur ivast hann onga løtu í, at tann fyrra tilsøgnin, sum gekk út 31. desember, var galdandi, tá ið sáttmálin varð undirskrivaður 11. desember, hóast skipið ikki er komið til landið enn. At skipið ikki er komið, er ein spurningur um levering og skráseting, og tað er ofta ringt at áseta dagin og tíman nágreiniliga fyri tí. Hann sigur, at Frøyanes er í løtuni inni í Noregi, har hann avreiðir fyri seinastu ferð. Síðani kemur hann til Føroyar, her hann skuldi verið næsta vikuskiftið, um alt gongur sum ætlað. Eigaraviðurskiftini eru í lagi Annars sigur Tummas Jacob á Løgmansbø, at eigaraviðurskiftini í Frøyanesi avgjørt lúka treytirnar í føroyskari lóg, tí tað hava teir havt sakførara at tryggja sær. Avtalan er so, at tað ber undir ongum umstøðum til hjá norðmonnum at stýra okkum. Avgerðarrætturin og stýringin er á føroyskum hondum. Tað stendur í viðtøkunum, at vit skulu vera samdir um broytingar, og tað dugi eg onki negativt at síggja í. At møguligt vinningsbýtið ikki verður latið eftir partapengunum, men eftir ábyrgdareninginum sær hann onki løgið í. Ein og hvør, sum setir pengar í eina ætlan, vil sjálvandi royna at tryggja sær, at hann fær nakað afturfyri íløguna. Annars verður ongin íløga gjørd, so einfalt er tað, sigur hann. Men tað skal ganga óvanliga gott, áðrenn nakað verður at býta sundur imillum eigararnar. Hann leggur afturat, at tað er neyðin, sum drívur teir til Noregs eftir fígging, tí tað fæst ikki fígging í Føroyum og so er neyðugt at royna okkurt nýtt. Fara lúkst á heysin Tummas Jacob á Løgmansbø dugir í løtuni slett ikki at hugmynda sær avleiðingar um tann bumban, sum nú liggur og lúrir, brestur, og landsstýrið tekur tilsøgnina aftur og noktar bátinum at koma í flotan. Tá fyriliggur ein heilt nýggj støða, sum vit mugu taka støðu til tá, um tað kemur so langt, sigur hann. Men hann sigur, at tað er so í øllum førum greitt, at sjálvir fara teir lúkst á heysin . Hvørjar avleiðingar tað fær fyri felagið í Noregi, sum hevur selt teimum bátin, veit hann heldur ikki. Men manningin á bátinum er søgd upp, tí hann er seldur til Føroyar, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø. Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Atlantis komið fyri at vera Hóast fíggjarviðurskiftini ikki eru endaliga komin uppá pláss eftir stóru umbyggingina skulu norðoyingar ikki stúra fyri at missa Mentunarhúsið Atlantis í Klaksvík. Fyri sløkum tveimum árum síðani fingu norðoyingar nýtt mentunarhús, Mentunarhúsið Atlantis. Atlantis Bio, sum í nógv ár hevði verið karmur um sjónleikarvirksemið í Klaksvík, varð umbygt og umvælt, og eftir umbyggingina gjørdist tað mentunarmiðdepilin í Norðoyggjum við biografsýningum hvønn dag og annars karmur um mentunartiltøk so sum sjónleik og annað. Tá ið ætlanin av fyrstan tíð var frammi um at gera Mentunarhúsið Atlantis var verkætlanin avmarkað og talan var um ein kostnað fyri slaka miljón krónur. Ætlanin gjørdist nógv størri og kostnaðurin tvífaldaðist. Nú verður av øllum alvi arbeitt við at fáa restfíggingina uppá pláss. Nettoskuldin í húsunum liggur um hálva aðru miljón krónur. Tað er Klaksvíkar býráð sum eigur húsini og Klaksvíkar Sjónleikarfelag, ið á sinni tók stig til at gera húsini um, sum rekur húsini. Sum skilst skulu norðoyingar ikki stúra fyri, at Mentunarhúsið gleppur av hondum. Húsið koyrir annars sum tað skal og inntøkurnar, sum Sjónleikarfelagið roknaði við framman undan, hava hildið. Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Arbeiðið við at orða ein mentapolitikk gongst sum ætlað Í komandi ári fer landsstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni, at leggja fyri tingið lógaruppskot um ein framtíðar føroyskan mentapolitikk. Tá ið lógaruppskotið kemur í tingið mugu politikarar gera sær greitt, at teir ikki kunnu samtykkja eina lóg uttan at játtan eisini fylgir við, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum. Arbeiðið við at orða ein framtíðar føroyskan mentapolitikk gongur sína gongd, og gongst sum landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni, ætlar, hava vit eina ferð í komandi ári eina stevnuskrá, sum greitt setir út í kortið, hvør politikkur skal rekast á mentunarøkinum. Mentamáladeildin arbeiðir við málinum, eitt nú við at útvega allar upplýsingar innan mentunarøkið og at skriva upprit. Mín leiklutur í hesum arbeiðinum er at greiða teimum fólkum, sum arbeiða við málinum, frá hvørji ynski eg havi og hvørji mál eg leggi dent á í einum slíkum áliti, sigur Signar á Brúnni. Tá ið fyrireikingarnar eru lidnar á Mentamáladeildini ætlar landsstýrismaðurin í mentamálum at seta nøkur fólk í eina arbeiðsnevnd, ið burtur av skal arbeiða við álitinum saman við embætisfólki á Mentamáladeildini. Tá ið tað arbeiðið er avgreitt fær álitið lógarsnið og tá koma løgfrøðingar inn í myndina, sigur Signar á Brúnni. Hann vil ikki siga, nær í komandi ári arbeiðið við at orða mentapolitikkin er liðugt. Arbeiðsbyrðan á fólkunum á Mentamáladeildini er øgiliga stór, men vantandi verður lógaruppskotið lagt fyri tingið eina ferð í komandi ári sum ætlað, sigur Signar á Brúnni. Politikarar kunnu ikki snúgva sær undan Ein orðaður mentapolitikkur uttan játtan á fíggjarlógini er bert eitt eiti, men landsstýrismaðurin í mentamálum óttast ikki fyri, at trupult verður at fylla karmarnar út, tá ið teir eru komnir. Sjálvsagt er tað altíð trupult at fáa nógvar pengar til eitt einstakt øki, men hinvegin sigur samgonguskjalið greitt og ítøkiliga, hvat vit ætla á mentunarøkinum. Eg havi borið fram fyri aðrar politikarar, at vit kunnu ikki bara skerja, tí vit hava sett okkum nøkur mál. Og nøkur mál koma at kosta meira og har er mentanin eitt. Í samgonguskjalinum vísa vit til mentunarálitið Avmarkaðan marknað og har stendur heilt ítøkiliga, hvat ymsu økini innan mentanina krevja og kosta. Hesum kunnu politikarar ikki snúgva sær undan og tí havi eg vónir um at fáa nakað afturat til mentunarøkið hóast tað ikki verður so nógv, sum álitið leggur upp til, tí tær upphæddirnar eru øgiliga høgar. Mentanin fær tríggjar miljónir krónur meiri í ár at ráða yvir á fíggjarlógini enn í fjør og tað munar nakað. Hesin peningurin er býttur út á nøkur øki fyri at tað skal síggjast aftur. Tá ið lógaruppskotið um ein framtíðar mentapolitikk kemur í løgtingið, mugu politikarar gera sær greitt, at teir ikki kunnu samtykkja eina lóg uttan at játtan eisini fylgir við, sigur Signar á Brúnni. Eg skilji væl, at fólk óttast fyri, at tað sama kann henda nýggja mentapolitikkinum sum eitt nú hendi nýggju fólkaskúlalógini, har ein nýggj lóg varð samtykt uttan at peningur fylgdi við. Møguliga verður tað eitt stríð at útvega mentanini meiri pening, men við einum orðaðum mentapolitikki skapa vit karmar til eitt mentunarlív. Tað eru ávís øki, sum eg síggi ljóst uppá. Eitt nú Mentunargrunnin, ið hevur stóran týdning fyri føroyskt mentunarlív, tí grunnurin fevnir so víða. Nýggir møguleikar eru skaptir við tað at grunnurin hevur fingið eina hálva miljón krónur afturat í hesum fíggjarárinum. Vit fara nú at kanna eftir um tað ber til, at grunnurin fær møguleikar at hava eina miljón krónur til taks til at kunna læna pening út til rithøvundar. Um so verður ræður Mentunargrunnurin yvir 3,2 miljón krónur og tað hevði munað rættiliga væl, sigur Signar á Brúnni. Játta eftir ávísum reglum Arbeitt verður við at endurskoða reglugerðina fyri Mentunargrunnin. Funnist hevur verið at honum fyri eitt nú at veita stuðul út til ov nógv øki, í staðin fyri at veita størri upphæddir til einstøk øki. Við hvørt kemur tað fyri, at umsøkjarar fáa pening bæði frá Mentunargrunninum, ið arbeiðir fyri seg, og frá Mentamáladeildini, ið eisini ræður yvir pengar at býta út til mentunarlívið. Eg kundi hugsað mær eitt samstarv og samskifti millum Mentunargrunnin, sum í grundini hoyrir undir løgtingið, og Mentamáladeildina, soleiðis at vit sleppa undan í framtíðini, at umsøkjarar fáa stuðul frá báðum. Harnæst eiga vit at áseta nøkur krøv, ið vit játta pengar eftir soleiðis at pengarnir fara til góðar verkætlanir í staðin fyri at øll fáa sindur og eingin tí nóg mikið, sigur Signar á Brúnni. Fund við kommunurnar Fyri nøkrum fáum mánaðum síðani setti býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen, ein arbeiðsbólk við átta fólkum, sum hevur fingið til uppgávu at orða ein politikk, sum Tórshavnar kommuna skal reka á mentunarøkinum í framtíðini. Arbeiðið er farið í gongd og eftir ætlan skal bólkurin handa býráðnum eitt álit í summar. Mannagongdin hjá arbeiðsbólkinum er í tráð við hana, sum arbeiðsbólkurin, ið orðaði álitið Avmarkaðan marknað í 1996, arbeiddi eftir. Tað vil siga, at allir partar innan mentunarlívið skulu hoyrast. At kommunur í sínum lagi taka slík stig er fyri so vítt í lagi, men sum eg havi sagt áður, kundi eg hugsað mær at tosa við kommunur í Føroyum um mentunarpolitikk, áðrenn tað arbeiðið, ið er í gongd, kemur til lógarsmíð. Saman eiga vit at umrøða, hvussu umstøðurnar hjá kommununum eru á mentunarøkinum, hvørjar ætlanir tær hava og so kunnu vit finna eina loysn, sum báðir partar kunnu vera nøgdir við. Tað er ikki rætt, at landið arbeiðir í sínum lagi og kommunurnar í sínum lagi uttan at samstarv er millum partarnar. Endamálið er jú tað sama hjá báðum. Tað er rættiliga misjavnt, hvussu nógv ymsu kommunurnar seta av til mentunarøkið. Summar kommunur, ið nærum als einki hava játtað mentunarlívinum, eru nú komnar við, og býráðslimir duga nú betur enn nakrantíð at síggja, hvønn týdning tað hevur at styrkja mentunarlívið. Sum heild síggi eg eina positiva gongd úti um landið hesum víðvíkjandi, sigur Signar á Brúnni. Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tryggvi Ólafsson í Listaskálanum Leygardagin 6. februar klokkan 16 letur upp framsýning. Tryggvi Ólafsson vitjar Listasavn Føroya og verk hansara eru heldur øðrvísi, enn vit vanliga síggja, tey eru nevniliga í ætt við tað, ið kallast pop-art. Íslendski listamaðurin Tryggvi Ólafsson vitjar Listasavn Føroya í hesum døgum og leygardagin letur upp framsýning við verkum hansara. Talan er um málningar og steinprent. List hansara er í ætt við pop-art, tó øðrvísi enn tann eyðkenda amerikanska pop-listin. Tryggvi savnar, tilvildarliga og tilætlað, myndir, lutir og onnur brot av umheiminum og málar tey saman til kompositiónir - til óvæntaðar yrktar samansetingar. Myndamálið er frásøgukent, men byggir eisini á eina sermerkta kolorismu við mótsetningslitum í stórum flatum. Tryggvi Ólafsson er føddur í Neskaupstaði í Íslandi í 1940. Hann er útbúgvin í Reykjavík og í Keypmannahavn. Hann sýndi fyrstu ferð fram í 1963 og hevur síðani verið á mongum sýningum í mongum londum. Hann hevur eisini myndprýtt bygningar í Íslandi og í Danmark og hann er í dag umboðaður á 14 søvnum í Norðurlondum. Tryggvi Ólafsson hevur eisini gjørt dokumentarfilm um lærara sín S. Hjort Nielsen, saman við filmstjóranum H.H. Jørgensen í 1976. Eisini er filmur gjørdur um Tryggva Ólafsson í 1984, nevndur "Struktur, Balance, Farve". Ein bók um list hansara kom út í 1987. Tryggvi Ólafsson hevur búð í Danmark í 30 ár. Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Málnevndin eigur og skal vera við í menningini Nettupp í hesum teldutíðum eiga vit at stimbra føroyska málið, tað kann vera við sviðusoð í hesi skjótu menningini. Tað verður trupult at fáa eina størri játtan til málnevndina í hesum fíggjarárinum, men næsta ár eigur hon at fáa eina størri játtan, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum. Játtanin á løgtingsfíggjarlógini til Føroysku Málnevndina er ov lítil og tí fær hon ikki røkt arbeiðsuppgávurnar henni eru tillutaðar. Nevndin, sum er málrøktar- og málverndarstovnur, og skal geva landsstovnum og almenningi ráð og upplýsing í spurningum um føroyskt mál, hevur alt og lítið av peningi at arbeiða við, og játtanin, sum í løtuni er umleið 280.000 krónur røkkur ikki til annað enn løn, fastar útreiðslur og til nøkur Orðafør árliga. Síðsta leygardag vístu vit í blaðnum til nýggjársynskið hjá málnevndini, sum er at fáa nóg mikið av peningi til at hon fær møguleika at koma við í KT-menningina. Tað vil siga fær eina heimasíðu, fær lagt tilfar út á netið, fær gjørt orðasavnið teldutøkt og dagført tað so hvørt, so nevndin fær lokið tey krøv, sum brúkarin setur. Málnevndin kundi eisini hugsað sær at givið Orðafar út í størri og meira nútímans sniði. Føroyska Málnevndin, sum átti at verið rossið, ið dró vognin, fær ikki eitt klovið oyra til kunningartøkni, og er tí afturúrsigld í tøknifrøðiligu menningini, sigur málnevndin í seinasta Orðafari. Landsstýrismaðurin við ábyrgd fyri málnevndini, Signar á Brúnni, er púra samdur við málnevndini, og lovar, at hann vil ganga ígjøgnum ynskini frá nevndini og hyggja nærri at teimum. Vit eiga at stuðla og styrkja málnevndina, men tað sum alt botnar í er at fáa fígging til vega. Málsøkið eg umsiti er einasta økið, sum fekk hægri játtan í fíggjarlógini, ið nú er í gildi, og tað er kastað mær fyri. Nettupp í hesum teldutíðum eiga vit at stimbra føroyska málið, tað kann vera við sviðusoð í hesi skjótu menningini. Málnevndin eigur, skal og má vera við í menningini innan kunningartøkni. Men so er spurningurin, hvussu nógv málnevndin skal hava afturat fyri at kunna gera tað, hon hevur í hyggju. Vit eru longu farin í holt við at arbeiða við komandi fíggjarlóg og vit eiga at fáa eina størri játtan til málnevndina á fíggjarlógini fyri ár 2000. Tað verður trupult at fáa eina størri játtan til málnevndina í hesum fíggjarárinum, sigur Signar á Brúnni. Landsstýrið hevur játtað nógvan pening til kunningartøkni eitt nú í fólkaskúlanum, KT-depil er settur á stovn og annað. Hví hevur ikki verið hugsað um málnevndina? Vit hava kastað okkum yvir fólkaskúlan burturav, og tað hevur verið ein kampur at røkka málinum at fáa eina hægri játtan. So fáast ikki hægri játtanir á hesum sinni til onnur øki innan mítt málsøki. Ikki tí at eg ikki raðfesti teirra arbeiði og uppgávur, men fólkaskúlin mátti og skuldi hava pening til kunningartøkni, sigur Signar á Brúnni. Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Kunningartøknin bíðar ikki eftir politikarunum Vilja politikararnir ikki játta tann neyðuga peningin til arbeiðið hjá Føroysku Málnevndini, fáa vit ikki røkt okkara uppgávur til lítar, og so er spurningurin, hvat gagn ein almenn málnevnd ger, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í Føroysku Málnevndini. Vilja politikararnir ikki játta tann neyðuga peningin til arbeiðið hjá Føroysku Málnevndini, fáa vit ikki røkt okkara uppgávur til lítar, sigur formaðurin í málnevndini, Jógvan í Lon Jacobsen Tá ið vit hugsa um tær stóru upphæddirnar, ið eru uppi og venda í politiska orðaskiftinum, kann tað virka ikki sørt óskiljandi, at Føroyska Málnevndin ikki kann fáa nakað afturat teimum 280.000 krónunum henni er játtað á løgtingsfíggjarlógini í ár. Arbeiðsuppgávurnar hjá nevndini eru stórar, men játtanin røkkur ikki til annað enn løn, fastar útreiðslur og til nøkur Orðafør árliga. Vit søktu um hægri játtan fyri í ár. Ilt er seta nakað ávíst krónutal, men játtanin má standa í mun uppgávurnar hjá nevndini. Vilja politikararnir ikki játta tann neyðuga peningin til hetta arbeiðið, fær málnevndin ikki røkt sínar uppgávur til lítar, og so er spurningurin, hvat gagn ein almenn málnevnd ger. Kunningartøknin bíðar ikki eftir svari frá teimum føroysku politikarunum. Har hendir alt við rúkandi ferð, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í Føroysku Málnevndini. Tað er serliga KT- økið, sum málnevndin ikki fær røkt nóg væl. Hon hevur ætlanir um at gera tilfar teldutøkt og fáa lagt út á netið. Tað vil siga upplýsingar um málnevndina, orðafar, ritini hjá málnevndini, orðasavnið og tílíkt, umframt at fáa gjørt eina heimasíðu. At vera á internetinum er neyðugt í dag, tí tað er tann vegin tey flestu samskifta bæði føroyingar og ikki minst útlendingar. Og tað verður upp aftur meira í framtíðini. Tilfar á netinum kann vera góð reklama hjá útlendingum fyri Føroyum. Fakorðanevndir Tað er eitt gamalt ynski hjá Málnevndini at fáa sett fakorðanevndir innan ymisk øki, til dømis innan tøkni, læknafrøði, byggivinnu, skipasmíð, ítrótt og annað. Men eingin ger nakað fyri einki, tí hevði verið gott um Málnevndin kundi goldið fyri at fingið slíkt arbeiði gjørt. Vit kundu somuleiðis hugsað okkum at fingið skipaða málsliga ráðgeving út í fjølmiðlarnar. Vit mega gera Málnevndina meira sjónliga í føroyska samfelagnum. Tí hon hevur eina missión og hon skal út á ein slíkan hátt, at hon er flestum at gagni upp á besta máta, sigur Jógvan í Lon Jacobsen. Av tí at Føroyska Málnevndin hevur so avmarkaða orku er málsliga samarbeiðið við norðurlendskar stovnar av tí sama avmarkað. Ikki nøktandi Í samrøðu í blaðnum í dag sigur landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni, at hann skilir ynskini hjá Málnevndini og at hann til komandi fíggjarlóg vil steingja á at fáa til vega størri játtan til Málnevndina. Tað er ikki nøktandi svar. Eg haldi, at tað er undarlig raðfesting ikki at kunna veita málnevndini einar 200.000 kr. afturat, tá ið hugsað verður um ta stóru málsligu avbjóðing, sum fer fram í løtuni við at tað enska málárinið er so ovurhonds stórt innan hetta tøknifrøðiliga økið. 200.000 krónur kunnu gera undurverk í okkara verð. Eitt fáment mál er sjálvandi lættari at ávirka enn eitt fjølment mál. Tey fjølmentu málini eru á varðhaldi fyri tí enska vandanum, og tí eru tað upp aftur størri áneyðir hjá okkum. Vit mugu ikki sleppa endanum og lata standa til. Vit mugu royna at gera nakað við t.d. terminologiina á internetinum - har chatta tey og surfa tey og hvat veit eg. 170 mill. krónur skulu brúkast til nýtt vaktarskip, 130 mill. til undirsjóvartunlar, løgtingsmannalønir verða hækkaðar, og tað kostar tí almenna 108 mill. at flyta landsumsitingina. Vit mugu ongantíð seta okkum afturá og siga, at nú er komið á mál, tí tað er ongantíð komið á mál við slíkum arbeiði. Tað er støðugt, sigur Jógvan í Lon Jacobsen. >>Svartbletta skráseting<< Verður hugt eftir, hvar í einum landi ferðsluvanlukkur henda, vísir tað seg, at tað eru ávís støð, sum ganga aftur. Serliga er tað í bygdum øki, at vísast kann á støð, har nógvar ferðsluvanlukkur henda og í rættiliga nógvum førum er talan um vegakrossar. Jón Kragesteen Flestu lond um okkara leiðir hava eina skipaða skráseting av hesum viðurskiftum, og nýta upplýsingarnar, sum koma á henda hátt til at betra um viðurskiftini, annaðhvørt við at umskipa ferðsluna ella við broyta ferðsluumhvørvið. Á enskum verður henda skráseting nevnd >>Black-spot registration<<, meðan íslendingar nýta orðið >>Svartbletta-skrauning<<. Skrásetingin av ferðsluvanlukkum í Føroyum er framúr góð, tí at politiið her fær fráboðan um allar flestu tilburðir í ferðsluni og skrivar frágreiðing um teir. Enn eru vit tó ikki komin har til, at vit fáa fulla nyttu av hesum upplýsingum og at ein skipað nýtsla av teimum fer fram á øllum økjum í tilrættaleggingini av ferðsluni. Helst er Landsverkfrøðingurin komin longst á hesum øki, og í bóklinginum >>Ferðslan<<, sum kemur út árliga, ber m.a. til at síggja, hvar á landssvegunum í Føroyum ferðsluvanlukkur henda. Men, sum nevnt í byrjanini er tað serliga í bygdum øki, at ferðsluvanlukkur henda m.a. tí, at her er eisini hin mesta ferðslan. Tá ið vit tosa um bygt øki, eru vit inni á økinum hjá kommununum. Undirritaði er ikki vitandi um, at nøkur kommuna í Føroyum ger skipaða nýtslu av hagtølum, fyri at finna fram til støð í ferðsluumhvørvinum, sum eru serliga vandamikil, og at henda vitan verður nýtt í tilrættaleggingini. Heldur ikki hevur verið at frætt um, at ávís mannagongd er fyriskipað í hesum viðurskiftum. Norðmenn lýsa eitt vandamikið stað í ferðsluni - vit kunnu kanska nýta orðið >>svartblettur<< soleiðis: Eitt vandamikið stað í ferðsluni er eitt øki ella ein vegur, sum er niðanfyri 100 metrar til longdar, har tað seinastu fýra árini eru skrásett meira enn fýra ferðsluvanlukkur við fólkaskaða. Ein onnur lýsing, teir nýta er, at eitt vandamikið stað í ferðsluni er eitt vegastrekki, sum er niðanfyri 1 km, har tað seinastu fýra árini eru skrásett meira enn 10 ferðsluvanlukkur við fólkaskaða. Tað er ikki vist, at vit kunnu nýta somu orðing í Føroyum. Men greitt er, at skal bera til at skipa ferðsluumhvørvið eftir einari málrættaðari ætlan, sum er grundað á vitan og ikki á tilvild ella eftir hvør, ið rópar harðast, so mugu vit fáa skipað viðurskifti á hesum øki. Trygd fer at tryggja bilar Nýggja tryggingarfelagið styrkir nú kapitalgrundarlagið og økir um úrvalið av tryggingum Havnin er nú vaksin so nógv, at brúk er fyri einum kommunulækna afturat teimum sjey, sum eru í løtuni Við bert tveimum tryggingarfeløgum er í verukeikanum monopol á teimum økjum, har Trygd ikki bjóðar tryggingar, sigur Tryggingarfelagið Trygd í tíðindaskrivi. Tað eru vit á Trygd greið um, og tað hevur eisini alla tíðina verið ætlanin at kunna bjóða flest øll sløg av tryggingum. Men tað hevur verið neyðugt fyri Trygd at arbeitt við hóskandi ferð, soleiðis at felagið alla tíðina kann liva upp til sítt endamál, um at vera eitt dygdar- og tænastuhugsað tryggingarfelag. Trygd, sum byrjaði í februar 1998 at selja sethúsa- og familjutryggingar, fekk frá byrjan góða undirtøku, og hevur felagið nú ein marknaðarpart uppá 14%. Nú er Trygd til reiðar at økja um úrvalið av tryggingum. Fyrst í mars mánaði 1999 fer Trygd at bjóða biltryggingar, men í framtíðini fer felagið eisini at bjóða vinnuligar tryggingar. Hetta er kapitalkrevjandi, eins og tað sum heild er kapitalkrevjandi at endurreisa eitt tryggingarfelag. Í 1998 brúkti Trygd 6,9 mió. kr. av sínum partapeningi. Á ársaðalfundinum tann 1. mars 1999 verður uppskot lagt fram, um at P/f Trygd verður lagt saman við P/f FB Holding, sum P/f Føroya Banki eigur 100%, við Trygd sum framhaldandi felag. Trygd verður við hesum styrkt við 38 mió. kr., soleiðis at eginognin hjá Trygd eftir samanleggingina verður meiri enn 52 mió. kr., sum er væl hægri enn lógin tilskilar. Hetta er tryggjandi fyri tryggingartakararnar. Rokna tryggingargjaldið á internetinum Á heimasíðuni hjá Tryggingarfelagnum Føroyar ber nú til hjá kundum sjálvum at kanna biltryggingargjaldið Vilt tú vita, hvussu nógv tú skalt gjalda fyri biltrygging, so hevur tú nú møguleikan sjálvur at kanna málið. Við at hyggja inn á heimasíðuna hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, sum hevur adressuna: www.trygging.fo finnur tú ein knøtt, har tú kanst klikkja teg inn á eina síðu, sum eitur >>rokna nýggju biltryggingargjøldini<<. Á hesi síðu velur tú, hvat bilmerki talan er um. Velja vit eitt nú ein Ford Focus 1600I Giha og velja tað fullu tryggingina - hana, sum Tryggingarfelagið nevnir A - vit velja 0 krónur í sjálvsábyrgd, og vit siga, at vit byrja á 5. avsláttarstigi. Tá síggja vit, at ábyrgdartryggingargjaldið verður 434 krónur og at skokktryggingin verður 2.846 krónur. Tilsamans kostar hesin Ford Focus 3.280 krónur í tryggingargjaldið um ársfjórðingin. Um vit hinvegin høvdu so stórt bonus, at vit vóru á 11. avsláttarstigi, so lækkar skrokktryggingin úr 2.846 krónur niður í 949 krónur. Tryggingargjaldið fyri sama bil á 11. avlsáttarstigi hevði sostatt verið 1.162 krónur. Við heimasíðuni hjá Tryggingarfelagnum Føroyar ber til hjá kundunum sjálvum at kanna, hvussu tryggingargjaldið kann broytast. Ein kærkomin og leingi saknað tænasta... Mærsk fleirfaldað vørutilboðið á flogrutuni Nú kanst tú bíleggja tær tollfríu vøruna við Mærsk-flogfarinum, áðrenn tú fert avstað og posin stendur so á setrinum, tá ið tú kemur umborð Ólavur í Beiti Sølan av tollfríum vørum kemur ikki at steðga á Føroya-rutuni tann 1. juli í ár, sum á øðrum rutum í ES-londum, ið hvussu so er ikki sambært tænastustjóranum, Michael Skytte, hjá Mærsk Air. Nógv hevur verið frammi í øðrum londum um ætlanirnar at gevast við hesum handli, og kemur tað ikki minst at hava sína stóru ávirkan á raksturin hjá summum flogfeløgum, ið hava gjørt nógv burturúr hesi sølu, og har eisini yvirskotið frá henni hevur munað væl í ársroknskapinum. Men hetta kemur so ikki at fáa nakra ávirkan á Føroya-rutuni, tí sølan gevst ikki, sum longu nevnt, tvørturímóti, hevur Mærsk Air nú bjóðað kundum sínum uppaftur fjølbroyttari og størri katalog at bíleggja úr. Og tú kanst tryggja tær hartil, at tú fært tað sum tú bíleggur, og hvør hevur ikki minst einaferð upplivað ikki at fáa tað, sum bílagt varð? 7 dagar Tú antin biður um eitt katalog minst 7 dagar, áðrenn tú ætlar tær á flog við Mærsk Air úr Føroyum ella tú letur bíleggingarseðilin inn, tá ið tú fert niður og stendur posin so á setrinum, tá ið tú kemur umborð í flogfarið aftur, og hetta er eisini galdandi, um tú hevur bílagt vøruna 7 dagar, áðrenn tú fert avstað. Hetta er sama katalog, sum vit brúka á charterferðunum, og talan er um eitt katalog við yvir 400 ymiskum vørum, afturmóti um 60, bíleggur tú á vanligan hátt, sigur Michael Skytte, sum hevur merkt ein tíðarvendan áhuga millum føroyingar at bíleggja úr stóra kataloginum. Halda fram Spurdur um tollfría sølan er økt á Føroyarutuni hjá Mærsk, sigur Michael Skytte, at enn er nakað tíðliga at siga nakað um tað, men tað er heilt greitt, at ferðafólkini vilja hava tað sum tey bíleggja og hetta er so ein háttur at tryggja kundanum vøruna. Mærsk fór undir at selja eftir stóra kataloginum hálvan desember í fjør sum eina roynd, og tænstustjórin sigur, at tað er eingin ivi um, at Mærsk fer at hava hesa tænastu framyvir, so væl er hon umtókt, og tað er seliga føroyingar sum bíleggja eftir hesi nýggju skipan. Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Orðaskifti um ansingarpláss Mettustova í Havn verður komandi mánakvøld karmur um orðaskifti millum foreldur um, hvussu stóri tørvurin á ansingarplássum í Tórshavnar kommunu verður loystur. Foreldrafelagið í Havn skipar fyri. Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn hevur verið rættiliga virkið síðani tað var sett á stovn fyri góðum tveimum árum síðani. Tað hevur virkið til lut í kjakinum og orðaskiftinum um, hvørjar umstøður vit eiga at bjóða okkara smáu. Tað er sum vera man serliga stóri tørvurin á stovnsplássum sum upptekur felagið - og tað er eisini orsøkin til at felagið varð stovnað á sinni - og nú vil Foreldrafelagið fegið frætta frá øðrum foreldrum og fáa fleiri limir í felagið. Komandi mánakvøld verður limafundur í Mettustovu í Havn og evnini, ið verða umrødd á fundinum, eru: nýggju upptøkureglurnar til ansingarskipanina í kommununi, hvussu tað gongur við at útvega fleiri ansingarpláss, alternativar loysnir og annað í hesum sambandi. Felagið heitir á foreldur, ið hava áhuga fyri arbeiðinum hjá Foreldrafelagnum um at møta fjølment. Felagið hevur seinasta árið saman við Tórhavnar Býráð arbeitt nógv við at fáa endurskoða upptøkureglarnar til kommunalu ansingarskipanina. Hetta arbeiðið er komið undir land. Samstarvið við kommununa hevur gingið væl, og tað vísir seg, at kommunan í stóran mun lurtar eftir felagnum. Enn er tørvurin á nýggjum ansingarplássum í kommununi stórur og Foreldrafelagið fer eins og áður at leggja stóran dent á at fáa fleiri ansingarpláss sett á stovn. Í framhaldandi arbeiðinum hevur nevndin í felagnum tørv á at limir siga sína hugsan um, hvussu og hvat Foreldrafelagið skal leggja dent á. Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Elvis Presley aftur á pall Mánadagin trína Elvis Presley og tónleikarar aftur á pall. Hann er so at siga vaktur aftur til lívs og tað er við nútímans tøknifrøði. Okkara Kjell Elvis ætlar sær tá at síggja fyrimynd sína "live" í Oslo Tann longu í Føroyum heimskendi Kjell Elvis væntar mánadagin at fáa eitt tað størsta upplivilsi nakrantíð. Tá ætlar hann sær til Oslo á Elvis konsert. Og tá er talan um tann veruliga rockkongin. Hann, sum doyði í 1977. Kjell Elvis, tann norski og hálv føroyski, ætlar sær tá til Oslo at uppliva rockkongin. Tá verða hópin av teimum, ið leiktu við Elvis á palli umframt orkestur hansara. Hjálpt av digitalari tøknifrøði er gjørligt at nýta livandi mundir av Elvis á stór lørifti. Á henda hátt virkar alt, sum var tað afturi í bestu døgum hansara, tá hann vendir sær á pallinum og vil hava eina guitarsolo frá gamla guitarleikara sínum, sum jú er har og spælir sína solo. Eisini ljóðið verður við nútímans góðsku. Á filmunum við Elvis hava tey tikið burt alt, uttan røddina, og so leika tónleikarar "live". Kjell Elvis við Kjell Elvis skal skal leika Elvis, koma á staðið í stórum bili og fjølmiðlar fylgja honum. Hann er sera glaður fyri, at hann fær henda møguleika. Eisini fær hann nógva og góða umtalu av hesum tiltakinum, sjálvt um hann sum so einki hevur við konsertina at gera. Í Mars vitjar Kjelvis aftur í Føroyum og skal hann tá runt í Føroyum at spæla og tað gleðir hann seg til, sigur Kjell Elvis, sum júst hevur havt eina konsert í Føroyum og annars hevur vitjað familju og prátað við fjølmiðlar og konsertfyrireikarar. John Johannessen john@sosialurin.fo Vit hava ábyrgd av okkara starvsfeløgum Erik Linde frá Sundhedsstyrelsen í Keypmannahavn hevur júst verið í Føroyum og hildið fyrilestur um rúsevnapolitikk á arbeiðsplássum. Hann sigur millum annað, at vit øll hava ábyrgd at hjálpa einum starvsfelaga við rúsevnistrupulleikum. Erik Linde frá sundhedsstyrelsen í Keypmannahavn sigur, at vit øll hava skyldu at hjálpa starvsfeløgum við rúsdrekkatrupulleikum Seinastu trý árini hevur Rúsdrekka- og Narkotikaráðið arbeitt við at fáa virkir og fyritøkur í Føroyum at taka við einum rúsevnapolitikki. Í hesum sambandi varð Erik Linde frá Sundhedsstyrelsen í Keypmannahavn boðin í Norðurlandahúsið at halda fyrilestur um rúsevnapolitikk í Danmark og norðurlondum annars seinasta mánakvøld. Áhugin fyri fyrilestrinum var stórur. Poul Jákup Thomsen frá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum sigur, at hann ikki hevði væntað meira enn eini 20 - 30 fólk til fundin. Men veruleikin var, at neyðugt gjørdist at seta eyka stólar upp, tí tað møttu yvir hundrað fólk til fundin. Fyrlesturin hjá Erik Linde hevði trý høvuðsevni. Tað fyrsta, hann viðgjørdi var, um rúevnistrupulleikar veruliga eru á arbeiðsplássum, síðani kom hann inn á spurningin, um ein kann gera nakað við rúsevnistrupulleikar á arbeiðsplásinum, og at enda varð nortið við, hvat ein kann gera, fyri at basa rúsevnistrupulleikar á arbeiðsplássinum. Øll hava ábyrgd Vit hittu Erik Linda týsdagin og spurdu hann, hvat hann metir sum ein rúsevnistrupulleika á einum arbeiðsplássi. Ein rúsdrekkatrupulleiki á einum arbeiðsplássi er til staðar, tá rúsdrekkanýtslan gongur út yvir arbeiðið. Tað vil siga, at rúsdrekkanýtslan gongur út yvir framleiðsluna og arbeiðsumhvørvið. Tískil er talan um ein rúsdrekkatrupulleika, tá rúsdrekkanýtslan tyngir gerandisdagin á arbeiðsplássinum. Hvussu leggur ein starvsfelagi hendan trupulleikan til merkis og hvat kann hann gera? Ein stravsfelagi kann leggja trupulleikan til merkis á tann hátt, at hann kann merkja, at arbeiðssemi hjá starvsfelaganum við rúsdrekkatrupulleikum ikki er longur er tað sama. Eisini leggur ein til merkis, at stravsfelagin áhaldandi kemur ov seint til arbeiðis um morgnarnar. Sjálvt um ein hevur lagt til merkis, at ein starvsfelagi hevur rúsdrekkatrupulleikar, aftrar ein seg vanliga at gera nakað við málið. Orsøkin til hetta er, at stravsfelagar vanliga hava tætt samband á arbeiðsplássinum, men blanda seg tó ikki í privatlívið hjá hvørjum øðrum. Hetta vil siga, at vit kenna starvsfelagan so mikið væl, at vit beinanvegin leggja merki til trupulleikan, men gera tó einki við hann, tí vit kenna, at vit einki hava at gera við privatlívið hjá starvsfelaganum. Tískil kann væl henda, at ein starvsfelagi kann hava rúsevnistrupulleikar í langa tíð, uttan at vit gera nakað við tað. Orsaka av, at vit aftra okkum við at gera nakað við rúsevnistrupulleikan hjá stravsfelaga okkara, kann tað væl henda, at ein starvsfelagi kemur at ganga við trupulleikanum í fleiri ár. Hetta tyngir bæði tilveruna hjá tí, ið hevur trupulleikan og øllum hinum á arbeiðsplássinum. Harafturat er gerst tað torførari og torførari at gera nakað við ein alkoholtrupulleika, so hvørt sum tíðin líður. Tí gjøgnum tíðina gerst rúsdrekka ein vanligari og vanligari partur av gerandisdegnum hjá starvsfelaganum við rúsdrekkatrupulleikum, og tískil gerst tað torførari og torførari hjá honum at venja seg við ein gerandisdag uttan rúsdrekka. Tískil eigur ein beinanvegin, ein fær illgruna um rúsevnistruplleikar, at hjálpa starvsfelaganum burturúr hesum trupulleika. Kann ikki júst tað, at ein ger vart við trupulleikan, fremja ósemju á arbeiðsplássinum? Jú, vandi er fyri, at hetta í fyrsta umfari skapar ósemju. Men eg eri vísur í, at øll á tí ávísa arbeiðsplássinum eru samd um, at rúsdrekka og arbeiði ikki hoyra saman. Harafturat eri eg somuleiðis vísur í, at øll á arbeiðsplássinum ynskja, at starvsfelagar við rúsdrekkatrupulleikum verða hjálptir. Tískir eri er heilt vísur í, at ein leiðari ella ein starvsfelagi, ið ger nakað fyri at hjálpa einum øðrum starvsfelaga burturúr rúsdrekkatrupulleikum, heilt víst verður stuðlaður av starvsfólkinum. Eg vænti, at um ein leiðari ikki gjørdi nakað við ein rúsdrekkatrupulleika hjá einum av starvsfólkunum, so hevði hetta skapt ónøgd við hann millum starvsfólkið. Alt hetta merkir tó ikki, at eingir trupulleikar eru við at steðga rúsdrekkamisnýtslu á arbeiðsplássinum. Sjálvandi kann tað henda, at tann við rúsdrekkatrupulleikanum ger mótstøðu, tá tú ynskir at hjálpa honum. Somuleiðis kanst tú sjálvur eisini falla í fátt, tí tað tykist sum einki kann gerast við trupulleikan. Men sjávt um tað tykist, sum einki er at gera við trupulleikan, so ber tað hóast alt til at hjálpa, og mótstøðan, ið tú fært frá tí við trupulleikanum er ikki størri enn so, at tú klárar at taka ímóti henni. Undir øllum umstøðum er tað verri at lata vera við at gera nakað við trupulleikan, enn at lata sum einki. Um einki verður gjørt við rúsdrekkatrupulleikan hjá starvsfelaganum, so gerst trupulleikin spakuliga størri og størri, til einki annað er at gera, enn at siga manninum við rúsdrekkatrupulleikum upp. Nú segði tú, at einki annað var at gera, enn at siga manninum við rúsdrekkatrupulleikum upp. Merkir hetta, at rúsdrekkatrupulleikar eru vanliga millum menn enn kvinnur? Ja, rúsdrekkatrupulleikar eru vanligari hjá monnum enn hjá kvinnum. Menn drekka nógv meira enn kvinnur. Menn drekka í veruleikanum tvær ferðir so nógv sum kvinnur, og tískil er vandin fyri, at rúsdrekkanýtslan gerst til rúsdrekkatrupulleikar størri hjá monnum enn hjá kvinnum. Kvinnur duga betri Tá hugt verður eftir, hvat kyn dugir best at hjálpa starvsfeløgum burturúr rúsdrekkatrupulleikum, so eru tað avgjørt kvinnurnar. Hetta kemur av, at kvinnur oftast handla kensluliga, meðan menn handla meira skilbundið. Í Danmark sæst eisini, at arbeiðspláss, har meirilutin av starvsfólkunum eru kvinnur, hava ein nógv meira víttfevnandi og skilagóðan rúsdrekkapolitikk, enn arbeiðspláss, har meirilutin av starvsfólunum eru menn. Men tó gongur framá við at fáa menninar við. Hvussu hjápir ein skilagóður leiðari einum starvsfólki burturúr rúsdrekkatrupulleikum? Ein skilgóður leiðari hjápir fyrst og fremst við at leggja trupulleikan til merkis. Síðani eigur hann at finna út av, hvat tað er sum er galið. Hann kann byrja at skriva niður trupulleikarnir hjá tí ávísa starvsfólkinum. Til dømis skrivar hann niður, at tað ávísa starvsfókið møtir ov illa upp, kemur ov seint, er í ringum hýri og so framvegis. Hetta er ein liður í einari fyrireiking til eina samrøðu við tað ávísa starvsfólkið. Undir hesari samrøðuni kann leiðarin við at vísa á tað, hann hevur skivað niður, gera starvsfólkinum greitt, at nakað er galið. Síðani eigur leiðarin at lata tað ávísa starvsfólkið siga sær, hvat tað sjálvt heldur vera galið. Tað er nevniliga ikki vist, at rúsdrekka er tann veruligi trupulleikin. Hjúnarskilnaður, álvarslig sjúka í familjuni ella okkurt annað kann eins væl vera orsøkin til, at ein ikki virkar sum ein skal á arbeiðsplássinum. Udir samrøðuni eigur leiðarin at vísa á, hvussu nógv betri tað ávísa starvsfólkið virkaði fyrr og krevja, at tað tekur seg saman, so tað er ført at klára tað sama aftur. At duga at leggja til merkis trupulleikar hjá tí einstaka starvsfólkinum er undir øllum umstøðum ein góður eginleiki hjá einum leiðara. Útbúgvin fólk drekka mest Erik Linde sigur, at rúsdrekkatrupulleikar eru vanligari millum útbúgvin fólk. Hann sigur, at samanhangur er millum útbúgving, fíggjarstøðu og rúsdrekkatrupulleikar. Tey, ið hava longstu útbúgvingarnar og harvið vinna mest av peningi, eru tey, ið hava teir størstu rúsdrekkatrupulleikarnir. Vit finna á nógvum arbeiðsplássum fólk, ið hava trupulleikar við rúsdrekka, men fólk, ið hava arbeiðir, ið krevja nógv av teimum eitt stutt tíðarskeið, men so eftir hetta hava eitt deytt tíðarskeið, eru mest útsett fyri rúsdrekkatrupulleikum. Hetta er millum annað galdandi fyri sløkkiliðsfólk, løgreglufólk, fjølmiðlafólk og lærarar. Kanska hava tær mongu ógvusligu upplivingarnar hjá sløkkiliðs- og løgreglufólkum eisini sína ávirkan á nýtsluna av rúsdrekka, sigur Erik Linde. Ein kann hóast alt ikki beinleiðis vísa á nøkur ávís virkir, ið hava rúsdrekkatrupulleikar, men ein veit, at summastaðni verður drukkið verri enn aðrastaðni. Til dømis minnist frá 70'unum eg eina prentsmiðju í útjaðaranum av Keypmannahavn, ið hvønn dag keypti eina ógvusliga mongd av øli. Mongdin var so stór, at fólk mettu prentsmiðjuna, sum størstu barrina í býnum. Stórar broytingar Erik Linde sigur, at stórar broytingar eru farnar fram í rúsevnispolitikkinum á arbeiðsplássum gjøgnum tíðina. Hann vísir á, at í 1700 talinum drukku danskir bøndur einar 6 - 8 litrar av øli um dagin. Býarfólkið drakk einar 3 - 4 litrar av víni og nógv brennivín afturat. Í 1700 talinum vóru umleið 245 brennivínsbryggjaríðir og umleið 2.000 ølbryggjaríðir. Tá var eisini ein regluger, ið segði, at kirkjuligar og rættarligar handlingar skuldu fara fram klokkan 7 á morgni, fyri at ein kundi vera vísur í, at øll vóru nøkulunda edrú. Erik Linde vísir somuleiðis á, at rúsdrekkapolitikkurin á arbeiðsplássunum er broyttur nógv tey seinastu 10 árini. Til dømis høvdu í 1997 54 prosent av øllum donskum arbeiðsplássum skrivligar reglar um rúsdrekkapolitikk. Í 1987 hevði einki danskt arbeiðspláss skrivligar reglar um rúsdrekkapolitikk. At enda vísir Erik Linde á, at um onkur í Føroyum hevur trupulleikar av rúsevnismisnýtslu á arbeiðsplássinum, um tað so er ein sjálvur ella ein starvsfelagi, so veitir Rúsdrekka- og Narkotikaráðið ókeypis hjálp. Meira fæst at vita um rúsevnispolitikk hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum á telefon 315155. Sveinur Tróndarson sveinur@sosialurin.fo Dráttur skipar fyri flogbóltskapping fyri vaksin Flogbóltur: Dráttur-kappingin er flutt fram frá mars til februar Um góðar tvær vikur verður seinasta steypakappingin fyri vaksnamannadeildirnar, tá Dráttur-kapp-ingin fer av bakkastokki. Fyrr hevur henda kapping verið aftaná seinastu landskappingardystirnar, men nú er hon flutt til at verða í seinnu hálvu av februar. Tað er eingin loyna, at tá kappingin var um hálvan mars, vóru sjáldan øll tey sterkastu liðini við, tí kappingarárið var jú farið afturum. Kanska fer hetta at verða øðrvísi í ár, tí nú eru fleiri umfør eftir í landskappingini, og tí krevst at liðini halda seg í >>form<<. Í Vágum siga tey, at tey vóna at undirtøkan verður góð, og tí heita tey á tey feløg og lið, sum hava hug at vera við í kappingini, at boða frá í góðari tíð. Kappingin verður sum nevnt leygardagin 21. februar og sunnudagin 22. februar og seinasta freist at boða frá luttøku er hóskvøldið 11. februar millum klokkan 21 og 22. Telefonnummarið, sum ringjast kann til, er 33 30 09. Sveinur Tróndarson sveinur@sosialurin.fo Størsta flogbóltskapping nakrantíð á Giljanesi Flogbóltur, yngri deildir: Komandi vikuskifti verður flogbóltskapping fyri yngri deildir á Giljanesi og í Sørvági og ongantíð áður hava so nógv lið verið við í kapping hjá Drátti Tað sær eftir øllum at døma út til at føroyskur flogbóltur hevur gott í væntu. Árliga verður skipað fyri trimum kappingum fyri yngri deildirnar, og eftir at luttakaratalið hevur verið á veg niðureftir í nøkur ár, so er tað rættuliga eksploderað í ár. Tá kappingin fyri yngri deildirnar var í Klaksvík fyri stuttum, vóru millum 60 og 70 lið við, og nú Dráttur skipar fyri kapping fyri yngri deildir, boða tey frá størsta luttakaratalið nakrantíð. Ikki færri enn 76 lið hava teknað luttøku og tað er heilt einfalt met! Seinasta ár vóru 63 lið við í kappingini vesturi í Vágum, men tað sær út til at tað er ein rimmar framgongd í føroyskum flogbólti. Fuglafjørður og Kollafjørður Tað eru serliga tvey støð í landinum, sum eru orsøkin til tað heilt stóru framgongdina. Fuglfirðingar hava staðið seg framúr væl í meistaradeildini hjá monnum í ár, og tað hevur eftir øllum at døma kastað gott av sær, tí nú hava teir lið í næstan øllum bólkum. Seinasta kappingarár høvdu kvinnurnar úr Fuglafirði trupult við at manna lið, og at enda tóku tær liðið úr kappingini, men hanga øll tey ungu við í nærmastu framtíð, so eru útlitini fyri, at kvinnuflogbóltur aftur verður á skránni í Fuglafirði, og tað skulu tit eiga takk fyri! Í Kollafirði er eisini gongd komin á flogbóltin aftur. Liðið er um at spæla seg í meistaradeildina aftur, og tað hevur eisini givið yngru kollfirðingunum hug at spæla flogbólt aftur. Á Giljanesi og í Sørvági Tað at so nógv lið hava meldað til, hevur givið fyrireikarunum ein trupulleika, sum teir hóast alt eru fegnir um. Í høllini á Giljanesi eru tríggir vallir umframt gomlu fimleikarahøllina. Hetta er kortini ikki nóg mikið til at kunna avgreiða allar dystirnar og tí hava fyrireikararnir gjørt av, at dreingir 12 skulu spæla allar sínar dystir í Sørvági. Men eftir tí, sum skilst á fyrireikarunum í Vágum, so hava tey einki petti ímóti at hava fingið henda trupulleika, harafturímóti eru tey fegin um at so nógv lið hava teknað luttøku. Tað er nú ikki bara tað stóra luttakaratalið, sum er sermerkt fyri kappingina á Giljanesi í ár. Av teimum 76 liðunum, sum hava boðað frá luttøku eru ikki færri enn 50 gentulið og 26 dreingjalið. Hetta er eitt rættuliga sjáldsamt býtið, og tað má verða langt síðan, at kvinnurnar hava havt so greiða yvirvág til nakra kapping í Føroyum, men sum nevnt frammanfyri, so merkir tað eisini, at tað sær bjart út fyri kvinnuflogbóltinum í Føroyum. Tað bilar ikki so nógv, tí í nógv ár hevur føroyskur kvinnuflogbóltur staðið í stað, uttan at hava ment seg stórvegis. Annars er luttakaratalið í teimum ymsu aldursbólkunum hetta: Gentur 12 ár, 20 lið - dreingir 12 ár, 10 lið - gentur 14 ár, 13 lið - dreingir 14 ár, 4 lið - gentur 16 ár, 9 lið - dreingir 16 ár, 4 lið - kvinnuunglingar, 8 lið - og mansunglingar 6 lið. Jan Müller jan@sosialurin.fo Taka støðu út frá útgreiningunum Tað er ikki ein spurningur um at góðtaka fullveldi ella ikki. Tað er ein spurningur um at hava ein málsetning at arbeiða fram móti einum fullveldi og at gera tær útgreiningar, sum liggja frá verandi støðu og heilt til fullveldi, og so taka støðu út frá tí sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum ikki ætlar sær at gera viðmerkingar til seinasta uppskot javnaðarfloksins um samveldi ella sjálvstýrislóg ella nakað annað modell Jan Müller Tað er ov tíðliga at fara inn í smálutir og gera viðmerkingar til ávís modell, áðrenn vit hava úrslitið av kanningunum á borðinum. Mær dámar betri hetta, at allir flokkar nú, eisini sambandsflokkurin, eru farnir at hugsa um, at tað skulu gerast broytingar og man er farin at viðgera hesar spurningarnar í flokkunum sigur Anfinn Kallsberg, tá vit spyrja hann, hvørja viðmerking hann hevur til uppskotið, sum javnaðarflokkurin er komin við. Anfinn Kallberg heldur, at tíðin hevur tað við sær, at man hevur fingið ta neyðugu debattina í gongd um framtíðar støðu okkara. -Tað einasta eg fýlist á er, at man krevur at fáa eitt svar uppá spurningarnar, áðrenn tú hevur neyðturviligt grundarlag undir støðutakan, tí dámar mær ikki at fara inn at tosa um hetta ella hatta modellið. Sigur tú harvið, at tú eisini skilur javnaðarflokkin, tá hann sigur, at hann ikki vil góðkenna fullveldismodellið, áðrenn vit vita, hvat kanningarnar vísa? Eg meini, at tað er ikki ein spurningur um at góðtaka fullveldi. Tað er ein spurningur um at hava ein málsetning at arbeiða fram móti einum fullveldi og at gera tær útgreiningar, sum liggja frá verandi støðu og heilt til fullveldi, og so taka støðu út frá tí. Onga grundlóg fyri Føroyar sigur javnaðarflokkurin At tilevna eitt uppskot til grundlóg er sjálvandi ein grundleggjandi partur hjá einumhvørjum landi, sum ætlar sær at standa á egnum beinum, ætlar sær at vera eitt sjálvstýrandi land einsamalt, ella í samveldi við annað land. At vinna Føroyum politiskt og búskaparligt sjálvstýri er ætlan og avtala samgongunnar. Hesin setningur er boðaður dønum frá einum samdum løgtingi tann 10. juni í fjør, og henda setning hevur danski forsætisráðharrin verið í Føroyum og boðað frá, at teir sum statsvald við háveldisrætti yvir Føroyum hava noterað sær. Danir hava ikki mótmælt føroyskum fullveldi Danir høvdu møguleika fyri at mótmæla hesi greiðu og einmæltu samtykt hjá Føroya Løgtingi. Tað gjørdu teir ikki, og tað verður úti í heimi tikið sum greitt tekin um, at danir og føroyingar eru farnir undir eina prosess, har suverenteturin yvir danska ríkinum verður sundurliðaður. Tá ið málið um setan av grundlógarnevndin nú verður avgreitt av tinginum, verður enn eitt størri arbeiði sett í verk, ið endar við eini fólkaatkvøðu aftan á tingsins viðgerð og samtykt. Grundlógarnevndin fær fult innlit í og kemur at samstarva við hinar nevndirnar um ta samlaðu verkætlanina, og ætlanin er, at hon skal mannast við einum limi fyri hvønn flokkin á tingi, einum landsstýrismanni og fimm fólkum við hægri samfelagsvísindaligari útbúgving. Málið fekk drúgva 1. og 2. viðger á tingi, og vóru tað serliga viðmerkingarnar til støðuna hjá javnaðarflokkinum í rættarnevndini, sum elvdu til hesar. Sambandsflokkurin tók als ikki undir við uppskotinum, og tað var greið tala. Orðingar um stórheitsdreymar, minnisvirðiskenslur, sjálvhevjan, ábyrgdarloysi og fullveldislimbus - lótu vit standa fyri sambandsins rokning, sum tað tær vóru. Tendentiøsur javnaðarflokkur Tendentiøsu viðmerkingarnar hjá umboði javnaðarfloksins tæntu sama sambandsendamálið sum tær hjá sambandsflokkinum. Vit fingu í álitið eina útskrift úr dagbókini hjá Hans Paula Strøm, har hann frá fundi til fund í rættarnevndini á sera subjektivan hátt greiddi frá sínum egnu upplivingum í hesum máli. Hann helt fyri, at samgongan brúkti eina líka so rangvørga politiska mannagongd í setan av grundlóganevnd, sum í øllum fullveldismálinum. Men - segði hann so seinni í sama broti - var javnaðarflokkurin við, so var hetta ein gongd leið kortini. Tað rangvørga var also bara rangvørgt, tá ið javnaðarflokkurin ikki var við. Veruleikin var, at javnaðarflokkurin hevði sett sær fyri at venda øllum sjálvstýrispolitikkinum á høvdið. Og tá man vendir soleiðis, at tað sum vendir niður vendir upp, ja so sá politiski veruleikin presis so rangvørgur út, sum Hans Pauli Strøm sá hann. Í øðrum lagi segði dagbókin hjá Hans Paula Strøm, at uppskotið um eina føroyska rættarskipan ikki hoyrdi heima hjá grundlógarnevndini. Tað er ein spurningur, um so er, men ætlanin er, at grundlógarnevndin ger tað yvirskipaða arbeiði, og kann seta eina sernevnd at gera uppskotið um rættarskipan. Her kundu vit saktans funnið eina semju saman við javnaðarflokkinum, hevði tað nakran áhuga, men so var ikki. Í triðja lagi vildi hann hava ein víðkaðan arbeiðssetning, sum segði, at nevndin í øðrum lagi skuldi gera uppskot til tær broytingar í donsku grundlógini, sum neyðugar vóru fyri at tryggja føroyskum sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin. Utopia javnaðarfloksins Her var tað, at vit funnu utopia hjá javnaðarflokkinum. Her var tað, at javnaðarflokkurin vildi hava føroyska samveldið at dusa sær í allari framtíð - undir skjúrtuvelinum hjá dønum. Fara vit føroyingar aktivt inn og biðja okkum status av einumhvørkjum slagi innanfyri donsku grundlógina, so hava vit bundið okkum fastar í henni fyri tíð og ævir. Væl ber síðani til at kalla hendan nýggja hamin fyri eitt samveldi, men beiskur veruleiki fylgir við. Tað verður tann danska grundlógin, ið eigur háveldisrættin, og so kann javnaðarflokkurin pjøssa so nógvar orðablómur um samveldi og líkarætt sum teimum lystir upp á hendan hamin. Tað verður so ikki annað enn ein tómur skrokkur kortini. Tað verður danska grundlógin, tað verður teirra háveldisrættur, sum vit hava biðið um innivist innanfyri, og tað fara at vera teirra avgerðir samsvarandi hesum, ið føroyingar fara at verða stýrdir eftir í fullveldi dana. At vit møguliga fáa nakrar tillagingar til føroysk viðurskifti verður líka so gjarna nakað at doyggja, sum at liva av. Men hetta var so sjálvt tað fundamentala innihaldið í sjálvstýrispolitikki javnaðarflokksins; at finna eina aðra rók, ið einans kom at umsita útdelegera vald fyri danir. Í fjórða lagi tosar dagbókin um ódemokratisk, stór og greflig lýti, sum benda á ein margháttligan einaveldisligan hugsunarhátt hjá landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin hevði sett rættarnevndina undir umsiting, segði hesin alt annað enn serliga nógv royndi nevndarlimurin hjá javnaðarflokkinum víðari. Hugsa sær til, hetta er vorðið tann fasta mannagongdin hjá Føroya Javnaðarflokki, ið einans er ein lítil minniluti her á tingi. Lurta ikki alt og øll rætt eftir látupípu javnaðarfloksins, ja, so er talan um einaveldi, diktatur oa. av somum skuffu. Í fimta lagi vóru teir heldur ikki nøgdir við manningina í grundlógarnevndini. Har skuldi eisini alt vera øðrvísi, tí at javnaðarflokkurin helt tað. Og so skuldu øll onnur halda tað sama, skuldi demokratiið ikki koma í vanda. Dagdreymar og veruleiki Uppskoti hjá Hans Pauli Strøm um at lata áhugabólkar manna eina grundlógarnevnd gav onga meining, tí hvar byrja teir, áhugabólkarnir, og hvar enda teir. Áhugabólkar kunnu jú stovnast um øll verðsins áhugamál, og tey eru ikki so fá. Í sætta lagi fingu vit at vita, at uppskot hansara onga veruliga viðgerð fekk í rættarnevndini, men tað var ikki so. Álitini, Hans Pauli Strøm hevur skrivað undir, teljast helst á einari hond, men sikkurt er, at væntar hann at síggja sólina rísa, hvørja ferð hann heldur seg hava funnið eitt skilagott hugskot, so gerst hann ein vónbrotin maður í politikki. Tað sum at enda undraði eitt sindur, nú minnilutin hjá javnaðarflokkinum í rættarnevndini gjørdi so nógvan háva burtur úr síni egni "fortreffiligheit," var, at hann heilt gloymdi at seta fram uppskot samsvarandi sínum egnu hugskotum. Javnaðarflokkurin hevur í dag einki at taka støðu til frá Hans Paula Strøm, so sigast má, at væl var arbeitt av hesum annars so tíðindafróða manni. Hergeir Nielsen Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Bjørn á Heygum um fullveldisprátið: Alt ov dreymakent Bjørn á Heygum heldur, at prátið um fullveldi er utopi og alt ov dreymakent og veruleikafjart. Hann er nærum samdur við Óla Jacobsen, sum í blaðnum í gjár sammetti landsins leiðslu við skip uttan skipara. Bjørn á Heygum heldur tó, at Óli Jacobsen kanska tók munnin nakað fullan, tá hann nevndi løgting og stýrisskipan "galehus", men hann saknar okkurt ítøkiligt, ið ikki bert byggir á trúgv og hugsjónir. Bjørn á Heygum er nærum samdur við Óla Jacobsen, sum í blaðnum í gjár m.a. samanbar landsins leiðslu við skip uttan skipara og hann helt, at einki grundarlag er fyri at byggja fullveldi omaná nakað, ið ikki virkar. Bjørn á Heygum fyrrverandi løgtingsmaður, heldur, at Óli kanska tók nakað harðliga til orðana, men hann heldur, at tað sum gongur fyri seg líkist mest utopi, ynskidreymum. Einki er lagt á borðið, sum kann undirbyggja, at fortreytirnar fyri fullveldi eru til staðar. Ein saknar okkurt ítøkiligt, tí vit mugu øll sanna og staðfesta, at ein milliard vantar, tá vit fáa fullveldi, og einki boð er enn komið um, hvar vit fáa hana frá, sigur Bjørn á Heygum, sum tí heldur fullveldistosið vera veruleikafjart. Tað sum er áhugavert fyri okkum uttanfyristandandi, sum eygleiða, tað er hvat samgongan ger, um búskaparbólkurin, sum er settur, kemur til tað úrslit, at einki búskaparligt grundarlag er fyri fullveldi - ongin fyritreyt er fyri at taka ræði í egnum landi. Sleppur samgongan tá ætlanunum, ella heldur hon áfram við teimum?, spyr Bjørn á Heygum. Fyri einhvønn prís? Koma vit til tað úrslit, skal fullveldi tá gjøgnumførast fyri einhvønn prís? Um milliardin ikki kemur inn í føroyska búskapin, uttan at sparingar verða settar í verk, so livifóturin lækkar, kanska eina helvt, eru teir so til reiðar at gjøgnumføra tað?, spyr Bjørn á Heygum, sum heldur, at tosið er ov lítið ítøkiligt og alt ov hugsjónarligt. Hann metir at tað praktiska er gloymt, eins og avleiðingarnar fyri vanliga føroyingin í gerandisdegnum. Hann heldur spurninginurin er, um hetta ikki bert er bygt á trúgv og dreymar, uttan mun til veruligar fortreytir. Bjørn á Heygum sigur, at tað hann veit, so væntar hann ikki, at føroyska vinnan klárar at bera og fíggja, at vit kanska skulu skera 100 milliónir árliga, um vit kanska hugsa okkum eina yvirgangstíð uppá 10 ár. Hann minnir eisini á, at tað at hava ein suverenan stat eini hevur eykaútreiðslur við sær til. t.d. uttanríkistænastu og umsiting av dóms- og politivaldi. Tað sum fyriliggur er alt ov lítið ítøkiligt, sigur Bjørn á Heygum í viðmerking. Stýrisskipanin Bjørn á Heygum var við til at smíða stýrisskipanarlógina. Óli Jacobsen førdi í gjár fram, at hon virkaði illa og at tá kanningarstjórar hava kannað eitt hvørt, so verður ikki eingang hugt at niðurstøðuni. Vit hava spurt Bjørn eftir lítlaru viðmerking til hetta. Stýrisskipanarlógin er ikki betri, enn tey, sum umsita hana. Eins og ein hvør onnur lóg. Ein má og skal draga nakrar avleiðingar av eini lóg, annars kann ein vera hana fyri uttan. Vit kenna alt ov nógv dømi um slíkt í Føroyum, men ein lóg má respekterast, sigur Bjørn á Heygum. Hevur politiska skipanin ikki rygg til at draga avleiðingar av stýrisskipanarlógini, so er tað sera keðiligt, tí eg meti ikki nakað er galið við henni. Hon er nóg góð og inniheldur alt hon skal, fyri at fáa skil í politisku skipanina, men so mugu politikarar spæla við og vera førir fyri at taka avleiðingar av ávísum niðurstøðum, ið kanningar koma fram til, sigur Bjørn á Heygum í stuttari viðmerking til tað, sum Óli Jacobsen í gjár førdi fram um, at úrslitini hjá kanningarstjórum eru pengar út á sjógv, tí eingin hyggur eftir úrslitunum. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Rættast at privatisera bankan Eg eri komin til ta niðurstøðu, at tað er rættari at grunnurin sum frálíður selur síni partabrøv, m.a. fyri at ein størri skari av Føroya fólki skal fáa áhuga og ávirkan, eins og medvit fyri einum kapitalmarknaði í Føroyum, sigur nýggi formaðurin Nýggi formaðurin í fíggingargrunninum, John P. Danielsen, heldur tað vera rættast at privatisera Føroya Banka Fíggingargrunnurin er nú føroyskur burturav, og hann eigur frameftir flestu partabrøvini i Føroya Banka. Týsdagin valdi nýggja nevndin í fíggingargrunninum í felag fimta nevndarlimin. Tað er Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni. 1. januar í ár vóru viðtøkurar fyri grunnin broyttar. Áður var galdandi, at danska stjórnin valdi tríggjar nevndarlimir og Landsstýrið tveir. Nú velur Landsstýrið fýra limir, sum síðani í felag velja fimta limin. John P. Danielsen, fíggjarstjóri, er formaður. Hinir nevndarlimirnir eru: Eyðhild Skaalum, advokatur, Eyðfinn Færø, roknskaparleiðari, Hildur Gunnarsdóttir, bókhaldari og Niels Sørensen, stjóri. Vinnurekandi grunnur Fundurin týsdagin skuldi velja fimta limin í nevndini, samstundis sum grunnurin skuldi avgreiða umsókn um skráseting sum vinnurekandi grunnur. Spurdur, hví nevndin júst valdi Niels Sørensen, ið varð koyrdur frá sum stjóri í Fiskasøluni, tá stórbroytingarnar innan fígging og vinnulív fóru fram í kreppuárunum, sigur John P. Danielsen: Tað stendur í viðtøkunum, tá talan er um vinnurekandi grunnar, at nevndarlimir eiga ikki at vera heftir av stovnarunum. Tá vit heldur ikki hildu tað vera skilagott at velja nevndarlimir sum arbeiða í banka og sparikassa, varð Niels Sørensen, stjóri, millum evnini, sum lúkaðu treytirnar. Hann er útbúgvin HA í Danmark, umframt at hann hevur universitetsútbúgving innan vinnulívsøkið í Bretlandi, sigur John P Danielsen, sum eisini var nevndarlimur í gomlu nevndini. Fylgja við gongdini Komandi virksemið í fíggingargrunninum verður at fylgja væl við at partabrøvini í grunnunum hava tað virðið tey eiga at hava, og at hava eftirlit við at raksturin í Føroya Banka er í lagi, eins og at fylgja við búskapargongdini í samfelagnum, sigur John P Danielsen, sum eisini ger vart við at grunnurin hevur eitt rættarmál í Danmark móti Den Danske Bank, og at grunnurin eisini skal fylgja við gongdini har. Higartil hevur formaðurin í grunninum verið dani, og tí hevur skrivstova og skjalasavn verið í Danmark, har ein skrivari arbeiddi hálva tíð. Í Føroyum hevur eisini verið skrivari. Tað er Bjarni Olsen, stjóri á Hagstovuni, og hann er frameftir eisini skrivari í grunninum. Nú er skrivstovan í Danmark latin aftur, men av tí at skjalasavnið ikki er flutt heim til Føroya, hevur danski skrivarin umsjón við hesum enn. Nú verður farið undir at finna hóskandi hølir til skjalasavnið hjá grunninum í Føroyum, men hetta verður ikki skrivstova, sum verður opin fyri almenningium, sigur John P. Danielsen. Fara undir privatiseringsprosessina Verður í næstum farið undir at privatisera bankan? Eg var við í arbeiðsbólki, sum í 1997 skrivaði álit um at privatisera bankan. Í avtaluni frá 3. november 1995 millum Landsstýrið og donsku stjórina var m.a. nevnt, at fíggingargrunnurin skuldi selja partabrøvini so hvørt sum fráleið, og grunnurin setti tí arbeiðsbólk í 1997. Álitið frá arbeiðsbólkinum vísir á, hvussu bankin kann privatiserast. Tað sigur m.a. at ansast skal eftir, at ikki ov nógv parta- brøv verða seld í senn, og at tey ikki eiga at verða á ov fáum hondum, eins og ansast skal eftir, at ikki meir enn ávíst tal av partabrøvum kunnu fara á útlendskar hendur. Eg haldi, at vit eiga at fara undir privatiserings- prosessina, men vit eiga at fara varliga fram, við t.d. at selja 10 - 15 pst. av partabrøvum í smáum, og at broyta viðtøkurnar soleiðis, at ein persónur bert kann eiga ávíst tal av partabrøvum o.s.fr, fyri at Føroya Banki skal fáa so breiðan eigaraskara sum til ber. Eg haldi, at fíggingargrunnurin sum frálíður eigur at selja partabrøvini, so øll fáa lut í bankanum. Eiga ikki øll bankan tá fíggingargrunnurin eigur hann? Eg eri komin til ta niðurstøðu, at tað er rættari at grunnurin sum frálíður selur síni partabrøv m.a. fyri at ein størri skari av Føroya fólki skal fáa ábyrgd og ávirkan, eisini fyri at fáa medvit fyri einum kapitalmarknaði í Føroyum, sigur John P. Danielsen. John Johannessen john@sosialurin.fo Havnarfólk fáa nú tann áttanda kommunulæknan Fólkatalið í Havnini er í seinastuni vaksið so mikið nógv, at teir sjey læknarnir í Havn hava torført við at klára arbeiðsbyruna. Tískil verður tann áttandi kommunulæknin nú settur í starv. Flytingin til meginøkið hevur verið ógvuslig í seinastuni, og fólkatalið í Tórshavnar Kommunu veksur støðugt. Tískil er avgjørt at seta ein kommunulækna afturat í starv í kommununi, og í løtuni verða viðtaluhøli til nýggja læknan bygd í Gundadali. Savna viðskiftafólk Frá sjúkrakassanum í Havn verður upplýst, at sjúkrakassin í gjár hevði nevndarfund, har avgjørt varð, at allir nýggir A-limir skulu ganga til tann nýggja læknan. Hetta merkir, at øll, ið flyta til Havnar av bygd ella úr útlondum verða víst til nýggja læknan. Eisini er hetta galdandi fyri B-limir, ið ynskja at gerðast A-limir og eisini fyri tey, ið fylla 18 ár, og fyrstu ferð gerast limir í sjúkrakassanum. Tað, at allir nýggir limir verða tvungnir at nýta tann nýggja læknan er bert galdandi fyri eitt tíðarskeið. Tá hetta tíðarskeiðið er runnuð, verður læknaval, og tá kunnu allir A-limir í Tórshavnar Sjúkrakassa velja tann læknan, teimum dámar best. Tá er opin kapping millum allar læknarnar í Havn, eisini fyri nýggja læknan. Bundna tíðarskeiðið er bert fyriskipað fyri at hjálpa nýggja læknanum at savna viðskiftafólk, so at hann ikki gerst arbeiðsleysur áðrenn hann er byrjaður í nýggja starvinum. Tinganesarar Jan Müller jan@sosialurin.fo Groft álop á ágrýtin almenn starvsfólk SO hendi tað aftur. Ein av tingmonnum fólkafloksins kundi ikki lata vera við at gera eitt groft, ósakligt og niðurgerandi álop á starvsfólkini á einum av landsins almennu stovnum, Almannastovuni. Í so máta kemur hetta ikki óvart á nakran. Tí tað vísir seg, at nettup umboð fyri fólkaflokkin við jøvnum millumbili brúka tingsins røðarapall ella málgagn floksins til at undirgrava almennar stovnar við at leypa á starvsfólkini, sum gera sítt arbeiði til lítar og væl tað. SJÁLVANDI hava politikarar og onnur sín fulla rætt til at gera viðmerkingar og seta spurnartekin við arbeiðið á almennu stovnunum. Men tað má vera eitt minstakrav, at slíkt byggir á sakligar upplýsingar og ikki á gitingar og aggressiónir hjá ávísum tingfólkum móti øllum teimum, sum starvast hjá tí almenna. TAÐ, sum Rúna Sivertsen, bar fram á tingsins røðarapalli í farnu viku, og sum hon síðani hevur sagt í fjølmiðlunum, er undir alt lágmark. Tað er eini tingkvinnu sum henni til sera lítlan sóma. Tað er spell, at eitursáðið, sum formaður floksins á tingi, Óli Breckmann hevur lagt nú í mong mong ár móti nettup øllum almennum stovnum og starvsfólki, nú spírir millum nýggju og ungu tingfólk floksins. Hvussu ber tað til, at tað eru júst fólkafloksfólk, sum so sanniliga brúka og gera sær dælt av øllum almennum tænastum, sum ferð eftir ferð koma fram við ósakligum og nærum óndsinnaðum álopum á tey fólk, sum arbeiða á almennum stovnum, fólk sum nettup royna at kýta seg fyri at ganga tørvinum hjá m.a. fólkafloksfólki á møti?KOMIÐ við sakligum og grundaðum argumentum, um tit vilja gera broytingar á almennu stovnunum. Vit síggja í greiða svarinum frá nýggja almannastjóranum og kenna tað frá fleiri av undanstjórum hennara, at tað, sum Rúna Sivertsen førir fram og sum ÓB hevur ført fram áður um, hvussu illa almennir stovnar og starvsfólk virka, er ikki sannleikin. Tað er beint tvørturímóti. Stovnarnir eru undirmannaðir. At hesi fólkafloksfólk royna at tengja hetta saman við einum komandi fullveldi átti at fingið nakrar klokkur at ringt hjá teimum, sum í samgonguni eru fyri at verja um tær sosialu skipanir, sum vit øll njóta gott av. Hvat siga tjóðveldisfólk og sjálvstýrisfólk til hesi óndsinnaðu álop fólkafloksins á so týðandi almennar stovnar? Hvat sigur vanligu fólkafloksveljarin? Hvat sigur Starvsmannafelagið? DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Skrið ella stormur av vestri, seinni útnyrðingi og ælingur, mest sum kavi. Hitin fellur úr 4 hitastigum niður til frostmarkið. Veðrið fríggjadagin: Skrið av útnyrðingi og norði, seinni minkar hann vindin niður í hvassan vind. Kavaælingur, men eisini sólglottar og hitalagið millum frostmarkið og 3 kuldastig. Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði og kavaælingur, men eisini sólglottar. Hitalagið millum 1 hitastig og 2 kuldastig. Í gjár: Aftanfyri eitt stormlágtrýst, sum mikudag seinnapart fór framvið Føroyum norðanfyri rekur køld luft av útnyrðingi og norði móti Føroyum. Í dag: Eitt hátrýst yvir Biscaya fer spakuliga vestureftir. jan muller jan@sosialurin.fo Nyrup í samráð um undirgrund Nyrup skal svara spurningum í politisku og búskaparligu nevndini um føroysku undirgrundina og lata øll skjøl um hetta mál Samtíðis sum løgmaður hevur heitt á danska forsætisráðharran um at hjálpa føroyingum at fáa loyst marknatrætuna við bretar - hevur politiska og búskaparliga nevndin í fólkatinginum sett Nyrup Rasmussen stevnu í samráði. Og evnið er føroyska undirgrundin. Limirnir í nevndini vilja síggja øll skjøl, sum hava havt samband við yvirtøku av undirgrund og undirgrundarmálið annars. Eisini skal forsætisráðharrin svara spurningum, sum snúgva seg um, hvat hendi bæði áðrenn og aftaná, at avtalan um undirgrundina varð samtykt. Sambart Degi og Viku fríggjakvøldið verður eisini spurningurin um rættin hjá føroyingum til eitt yvirskot frá oljuni tikin upp í samráðinum. Spurt fer at verða, hvørji løggildug krøv føroyingar hava til eitt møguligt yvirkot frá oljuni. Sjónvarp Føroya, sum gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at fáa alment innlit í skjøl frá bankamálinum, hevur eisini roynt at fáa innlit í skjøl um undirgrundina. Men her vísir tað seg, at nærum øll skjøl eru stemplað loynilig. Løgmaður bað herfyri Nyrup um at greiða frá øllum undirgrundarspurningum. Svarið varð, at her var einki at fara eftir. Tí eru fólkatingslimir ikki samdir í. jan muller jan@sosialurin.fo Oljufeløg innrás Fyrsta útlendska oljufelagið, norska Saga Petroleum letur upp skrivstovu í Havn í dag. Stovnað er føroyskt felag "Saga Føroyar" og er føroyskur stjóri settur Tað verður einki minni enn innrás av oljufeløgum til Føroya í næstum. Henda innrás byrjar í dag, tá norska oljufelagið Saga Petroleum sum tað fyrsta í Føroyum letur upp egin høli í Havn. Í lýsing í blaðnum í dag verður upplýst, at stovnað er føroyskt felag "Saga Føroyar". Kunngjørt verður í dag, hvør fer at manna nýggja felagið. Sum Sosialurin hevur skilt verður settur ein føroyskur stjóri umframt norskur forstjóri. Haraftrat verður eitt skrivstovufólk sett at arbeiða hjá felagnum, sum fer at halda til í bygninginum hjá Trygd á Bryggjubakka. Longu í næstu viku koma umboð fyri samtakið Shell og BP henda vegin. Sama gera umboð fyri Amocosamtakið, ið er ein bólkur av oljufeløgunum Amoco, Fina, Mærsk Olie og Gas og Deminex. Hetta er fyrstu ferð hetta samtakið er í Føroyum, síðani Amoco kom uppí og tók yvir operatørleiklutin. Eisini umboð fyri Texaco, Conoco og Murphey-samtakið koma henda vegin í næstum. Harumframt verða eisini fundir í GEM, sum er samtakið av oljufeløgunum, ið arbeiða við umhvørvisspurningum. Eftir tí Sosialurin hevur frætt eru feløgini rættiliga spent, hvat fer at henda, nú oljulóggávan skal samtykkjast og støða síðani skal takast til skattalógirnar í sambandi við eina komandi útbjóðing. Blaðið skilur, at uttan mun til um marknatrætan verður loyst nú ella ikki, so eru tað fleiri oljusamtøk, sum eru sinnað at bjóða uppá øki, sum ongantíð hava verið umstrídd. Tvs. at hesi liggja uttanfyri teir partar av føroyska landgrunninum, sum bretar hava gjørt krav uppá undir samráðingunum. Millum hesi samtøk eru bæði AMG og Faroes Partnership. Annars verður roknað við seismiskum virksemi her í næstum. Bæði Geco Pracla og Digicon fara undir seismiskar kanningar. Digicon fer helst at halda fram við sínum 3D-kanningum. jan muller jan@sosialurin.fo Oljurok í Brandansvík Tróndur Patursson og Timothy Severin skulu navngeva kappróðrarbát, sum útlendsk oljufeløg hava latið føroyingum Komandi mánadag tann 9. februar verður heldur sjáldsamt tiltak í Kirkjubø. Tá verður ein nýggjur føroyskur kappróðrarbátur - í altjóða høpi - navngivin. Talan er um bátin, sum oljufelagið Amerada Hess í fjør gav føroyskum kappróðri til ognar. Ætlanin er at brúka henda bátin til venjing í Føroyum, áðrenn ein róðrarmanning - tann, sum vinnur 10. mannafarsróðurin á ólavsøku - fer til bretsku Scillyoyggjarnar at kappast saman við manningum úr nógvum øðrum londum. Báturin kom herfyri til Føroya. Ætlanin er at sjóseta og navngeva hann í sambandi við eina samkomu í Kirkjubø. Báturin verður navngivin av ongum øðrum enn Trónda Paturssyni og Timothy Severin. Í hesum sambandi verður skipað fyri samkomu fyri innbodnum, har m.a. ein av stjórunum í oljufelagnum Amerada Hess, Richard Hardmann verður til steðar. Skipað verður eisini fyri sokallaðari suzukikonsert við børnum úr Føroya Musikkskúla. Violinirnar børnini spæla við hevur Amerada Hess latið musikkskúlanum. Umboðsmaðurin hjá Amerada Hess, Johan Mortensen, sigur, at umframt at stuðla menningini av einum oljuídnaði í Føroyum so halda tey fýra oljufeløgini í samtakinum Faroes Partnership, Lasmo, Norsk Hydro, Dong og Amerada Hess, at tað er umráðandi, at tey taka lut í tí samfelagnum, sum tey vónandi koma at virka í. Á ólavsøku í fjør varð steyp latið til vinnandi 10. mananfarið. Fyri at byggja víðari í ítróttarhøpi varð avgjørt at bjóða steypavinnaranum møguleikan at kappast í World Pilot Gig Racing Championships. Henda kapping verður hildin árliga á Scilly-oyggjunum í útsynningspartinum av Bretlandi. Bátarnir á Scilly oyggjunum, sonevndir gigs og róðrarlagið er heldur øðrvísi enn tað vit kenna í Føroyum. Fyri at tryggja vestmenningum betri møguleikar í kappingini, varð ein gig av sama slag, sum nýtt verður í kappingini, keypt við Føroyum fyri eygað. Við hollum ráðum frá Hálvdan Hálvdansen og Jan Johannesen er gig keypt frá Hayle Rowing Club. Báturin verður nú málaður og gjørdur klárur. Áki Bertholdsen Havsbrún hevur keypt smoltstøðina í Fámjin Fámjingar fingu góðan prís fyri smoltstøðina, sum fuglfirðingar yvirtóku mánadagin Havsbrún hevur nú keypt smoltstøðina í Fámjin. Tað hevur leingi verið arbeitt við at selja smoltstøðina, men nú eydnaðist tað so. Ella eydnaðist er kanska skeivt at siga, tí satt at siga var gravgangur eftir støðini, siga fámjingingar. Fremstir í kappingini um at fáa fatur á støðini vóru leingi Havsbrún í Fuglafjørði og eitt norskt felag. Men nú er tað so greitt, at Havsbrún varð við yvirlutan og mánadagin yvirtóku fuglfirðingar virkið. Góðar prís Jacob A. Jacobsen, fyrrverandi stjóri á Guttansstøð, sum støðin nevnist, sigur, at teir eru heilt væl nøgdir við handilin. Vit fingu góðan prís fyri støðina sigur hann. Hann sigur, at Havsbrún hevur keypt partabrøvini í smoltstøðini fyri kurs 425. Tað vil siga, at fámjiningar fingu 2.550.000 krónur fyri partabrøvini í støðini við tað at partapengarnir vóru 600.000 krónur. Men hann heldur eisini, at fuglfirðingar eiga at vera nøgdir við handilin, tí teir hava fingið eina góða smoltstøð fyri pengarnar Havsbrún ætlar at varðveita støðina í Fámjin. Tað arbeiða trý fólk á henni í løtuni, stjóri er Anna Kirstina Jacobsen og tey blíva verandi á støðini Vóru troyttir Jacob Jacobsen, sum sjálvur var við at stovna støðina í 1984, sigur, at tað er ongin ávís orsøk til at teir hava selt støðina. ­Eg haldi bara, at vit vóru farin at troyttast, sigur hann. Smoltstøðin í Fámjin er ein av teimum virkjunum, sum ongantíð góvu skarvn yvir kreppuárini. Vit hava altíð hildið nøsina omanfyri vatnskorpuna, hóast tað heldur ikki verið so nógv annað omaná, sigur hann. Men hann sigur eisini, at tað hevur verið trupult at hava smoltstøð, síðani alistøðirnar fóru at fáa sær smoltstøð sjálvir. Fyrr var tað almenni politikkurin, at smoltstøðir og alistøðir skuldu vera hvør fyri seg. Jacob Jacobsen sigur, at støðin hevur loyvi at hava 700.000 smolt . Hann sigur, at tað er við sorgblídni, at teir nú sleppa støðini av hondum. Vit vóru við til at leggja lunnar undir eitt virki og tað er eitt sindur ringt at sleppa tí, sigur hann. Ikki minst tí at tað var so ómetaliga strilti at fáa loyvi til støðina upprunaliga. Áðrenn Guttansstøð varð sett á stovn, høvdu fámjiningar roynt at fáa loyvi at hava smoltstøð, men tað gekk ikki, og tað skuldi fleiri royndir til, áðrenn loyvi fekst til hesa støðina, sigur Jacob Jacobsen. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Føroya Lívstrygging fingið egnan stjóra Í avtaluni við donsku ríkisstjórnina frá 12. oktober 1993, bant landsstýrið seg til at broyta lógina um Føroya Lívstrygging, sum nú er loyst frá Tryggingarsambandinum Føroyar. Tummas Eliasen er settur sum stjóri á stovninum Í sambandi við at tryggingarlóggávan er broytt, er Føroya Lívstrygging nú umskipað, og hevur Føroya Landsstýrið sett nýggja nevnd fyri Føroya Lívstrygging. Í nýggju nevndini sita Hákun Niclasen, nevndarformaður, fulltríu í vinnumálastýrinum, Eyðbjørg Kass, skrivstovukvinna í Norðurlandahúsinum, Finn Danberg, fíggjarleiðari á landssjúkrahúsinum, Súsanna Sørensen, fulltrúi í Oljufyrisitingini og Poul Hansen, advokatur. Nýggja nevndin hevði fund týsdagin - og setti nevndin tá Tummas Eliasen sum nýggjan stjóra á stovninum. Føroya Lívstrygging varð sett á stovn sambært løgtingslóg nr. 64 frá 10. oktober 1966 og hevur síðani verð umsitin av Tryggingarsambandinum Føroyar, soleiðis at stjórn og nevnd fyri Tryggingarsambandið somuleiðis hava verið leiðsla fyri Føroya Lívstrygging í hesum tíðarskeiði. Orsøkin til, at Føroya Lívstrygging verður umskipað, er ein avleiðing av avtaluni frá 12. oktober 1993 millum donsku ríkisstjórnina og landsstýrið, har landsstýrið bant seg til at broyta lógina um Føroya Lívstrygging. Nýtilnevndi stjórin á Føroya Lívstrygging, Tummas Eliasen, er 42 ára gamal, hann er ættaður úr Leirvík og búsitandi á Toftum. Tummas Eliasen hevur útbúgving sum cand. scient. pol frá Århus Universiteti. Seinastu ellivu árini hevur Tummas Eliasen røkt starvið sum fíggjarstjóri á Tryggingarsambandinum Føroyar og Føroya Lívstrygging. Síðani mai 1995 hevur Tummas Eliasen eisini havt ábyrgdina av dagligu umsitingini av Føroya Lívstrygging. Tummas Eliasen tekur við stjórastarvinum beinanvegin. Niclas Johannesen niclas@sosialurin.fo Hans Johannes á Brúgv: Katastrofa fyri okkum um Skotlandsleiðin heldur uppat Stjórin á Faroe Seafood Prime Hans Johannes á Brúgv sær longu nú katastrofuna fyri sær, um feskfiskaflutningurin til Skotlands steðgar í kjalarvørrinum á Pasadena, sum Skipafelagið sigur seg ikki hava ráð til at hava siglandi við milliónundirskoti Milliónir av krónum standa upp á spæl hjá føroysku feskfiskaútflytarunum, nú alt bendir á, at Skipafelagið Føroyar gevur skarvin yvir í sambandi við undirskotsraktu farmasiglingini til Skotlands. Fyri okkum er tað beinleiðis katastrofalt, um farleiðin dettur niðurfyri, sigur stjórin á Fiskasøluni Hans Johannes á Brúgv. Orsøkin til vanlukku-útlitini hjá Fiskasøluni er einføld: Í fjør útflutti fiskasølan 3.500 tons av feskum fløkum á hesi farleið fyri eitt virðið upp á stívliga 100 milliónir krónur. Í ár hevur sølufyritøkan roknað við at økja útflutningin upp í 5000 tons - næstan ein tvífalding.Men tað er ikki bara Faroe Seafood Prime, ið flytir fesk fløk av landinum. Samlað var talan um eini 12.000 tons av feskum fløkum, sum fóru av landinum í fjør. Eisini útflutningurin av laksi kann fáa ein dyggan frammaná, um Pasadena setir kósina heim aftur til Noregs, tá leigusáttmálin við Skipafelagið gongur út 1. apríl.. Roknað verður við, at út móti 30.000 tons verða send av landinum, tá sølan av álvara byrjar í mai mánað. Pasadena er einasta trygd Fiskasølustjórin dylir ikki fyri, at tað kemur dátt við, at Skipafelagið eftir øllum at døma gevur skarvin yvir. Ja, vit hava í roynd og veru allatíðina ynskt at fáa tvey skip at røkja hesa leiðina, sigur Hans Johannes á Brúgv. Hann vísir á, at bretski, týski og franski marknaðurin eru treytaðir av, at fesku fløkini eru til keyps mánadag. Og Pasadena er einasta trygdin fyri hesum í løtuni. Sleppa føroysku feskfiskafløkini ikki á marknaðin mánadag merkir hetta eina virðisminking upp á milliónir. Mitt í viku er fiskurin ikki líka nógv verdur. Hans Johannes sigur, at talan kann gerast um ein inntøkumiss upp móti einari krónu fyri hvørt útflutt kilo av feskfiski. Og tað er júst hesum marginalvinningi, alt tað føroyska samfelagið í síðsta enda livir av, leggur hann aftrat. Skipafelagið hevur einasta alternativið Hóast fiskasølustjórin sigur seg skilja støðuna hjá Skipafelagnum, heldur hann eisini, at Skipafelagið hevur góð kort á hondini. Tí einasta alternativið hjá feskafiskaútflytarunum - um leiðin til Skotlands dettur niðurfyri - er at senda fiskin av landinum við hinum bátinum hjá Skipafelagnum; nevniliga á farleiðini til Danmark, sum Skipafelagið eisini røkir.. Men tá kemur ongin fiskur á marknaðin mánadag. Og tað er har, trupulleikin er. Tað loysir seg hjá Skipafelagnum, men ikki hjá útflytarunum. Kann gerast politiskt Hóast hvørki stjórin á Skipafelagnum Árni Joensen ella Hans Johannes á Brúgv hava hug at draga politiska myndugleikan upp í málið um Skotlandssiglingina, so er tað lítið, sum bendir á, at privata vinnan sjálv megnar at loysa henda trupulleika, sum veksur í takt við undirskotssiglingini hjá Pasadena. Men Fiskasølustjórin er ikki bangin fyri at vísa á, at steðgar Skotlandsrutan, so fer útflutningurin av óviðgjørdum - eisini kallað rundum -fiski aftur at økjast í stórum stíli. Sum er fara hvørja viku eini 500-600 tons av óviðgjørdum fiski av landinum. Í politiskari talu hevur hetta ofta verið kallað at útflyta arbeiðspláss. Haraftrat hevur Skotlandssiglingin í sjálvum sær verið atvoldin til politiskt stríð. Fyrst tí, at Strandferðslan røkti siglingina við einum landskassafíggjaðum undirskoti. Og síðan tí at fyrrverandi landsstýrismaðurin Sámal Petur í Grund seldi Teistan soleiðis, at Smyril mátti setast at røkja Suðuroyarsiglingina. Tá var størsta ónøgdin frá andstøðuni tann, at ferðafólkasiglingin til bretska meginlandið fór fyri bakka. Tað var løgmaður, sum arvaði málið um millumlandasigling aftan á, at landsstýrismaðurin Sámal Petur í Grund varð koydur frá í fjør.av løgmanni sjálvum. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá løgmanni, áðrenn blaðið fór til prentingar. Tað var tá Teistin varð seldur, at Skipafelagið átók sær at røkja mánadags-sambandið til europeiska meginlandið. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Fyrsti dagur stak góður Lagið á Christiani Nielsen í P/F Trygd var sera gott, tá vit ringdu til hansara í gjár. Fyrsti dagur gekk so sera væl, segði hann Stjórin í P/F Trygd, Christian Nielsen var í sera góðum hýri í gjár. >>Nýggja<< felagið lat dyrnar upp mánadagin, og nógv fólk hevði verið á vitjan, bæði fyri at teknað tryggingar, men eisini til móttøkuna, fyri at heilsa upp á starvsfólk og leiðslu í felagnum. Tað var sera stuttligt at vera við til. Eg hevði ikki sett vónirnar so høgt, men eg kann siga, at tað gekk betur enn væntað. Eg eri stak væl nøgdur Skulu vit døma eftir fyrsta degnum, so hevur Trygd eina ljósa framtíð í væntu. Vit fingu sera positivan respons, sigur Christian Nielsen. Okkara uppfatan er, at tað skal ikki gerast torførari enn tað veruliga er. Kundarnir skulu hava eina polisu i hondini, tá teir fara út aftur frá okkum. Í alt teknaði P/F Trygd 50 nýggjar tryggingar tann fyrsta dagin. Teknað tryggingar í bankadeildunum P/F Trygd hevur bert skrivstovu í Havn, men tað merkir ikki, at avbygdafólk skulu til Havnar at tekna trygging í Trygd. Kundarnir kunnu fara inn í allar deildir hjá P/F Føroya Banka og tekna tryggingar har. Kundar teknaðu trygging í næstan øllum deildum hjá bankanum í gjár, sigur Christian Nielsen. So tað er kanska ikki so løgið, at lagið er gott. Hvørjar eru so framtíðarætlanirnar fyri felagið? Í framtíðini er ætlanin at fara undir eitt nú vinnutryggingar, men eg kann ikki siga nakað nærri um nær tað verður. Mær dámar best um eg kann halda tað eg lovið. Eg lovaði at vit lótu upp 2. februar 1998, og tað helt. Vit fara út við vinnutryggingum í ár, men tað er ikki avgjørt nær. Ætlað tit at fara at kappast við Tryggingarsambandið um prísin? Nei vit fara ikki at kappast uppá prísin. vit hava sett kostnaðin á tryggingunum eftir tí vit meta er rætt. Tann prísurin er lægri enn hann er hjá Brunatryggingini. Men vit fara ikki inn í eitt prískríggj um tað er tað tú hugsar um. Í sambandi við, at Trygd lat dyrnar upp í gjár var móttøka á høvuðsdeildini hjá felagnum. Nógv fólk vitjaðu, og tað er stjórin sera glaður fyri. Eg eri sera glaður fyri, at kappingarneytarnir hjá okkum Tryggingarsambandið Føroyar eisini komu á vitjan. Tað var gott at fáa heilsa upp á teir. Fyrstu trygging- arnar í 55 ár Tað var í 1943, at einkarrætturin hjá Tryggingarsambandinum varð settur í gildi. Tað eru sostatt 55 ár síðani Trygd teknaði nýggjar tryggingar. Anna Dalsgaard hevur starvast hjá P/F Trygd í 34 ár, og hjá henni var tað eisini ein stuttligur dagur. Tað er fyrstu ferð síðani eg kom í starv, at eg havi teknað nýggjar tryggingar segði hon. Tað eru 4 fólk í starvi hjá P/F Trygd. Ótti í Fíggjareftirlitinum eftir umbering Tað hevur vakt stóran ans í danska fíggjarheiminum, at nýggi stjórin, Henrik Bjerre-Nielsen, hevur biðið um umbering fyri teirra handfaring av føroyska bankamálinum Tað hevur vakt stóran ans í danska fíggjarheiminum, at nýggi stjórin í Fíggjareftirlitinum, Henrik Bjerre-Nielsen, er komin við einari umbering fyri leiklutin hjá Fíggjareftirlitinum í sambandi við Føroya Banka. Umberingin er sett fram í einum brævi, sum Henrik Bjerre-Nielsen hevur sent Búskaparmálaráðnum í sambandi við kjakið í Fólkatinginum í seinastu viku. Í brævinum sigur stjórin, at hann biður um umbering fyri tað medábyrgd, sum stovnurin sambært kanningarnevndini hevur fyri, at tað ikki varð givin ein rættvísandi mynd av støðuni hjá Føroya Banka. Kanningarnevndin í bankamálinum hevur kritiserað Fíggjareftirlitið fyri ikki at hava gjørt tær neyðugu kanningarnar í sambandi við partabrævaumbýtið. Ein kanning hevði eftir fáum døgum víst eina meira rættvísandi mynd av Føroya Banka, og hon hevði samstundis víst, at bankin ikki var solventur tá umbýtið fór fram, og at honum tí tørvaði pening. Hetta kann bert tulkast soleiðis, at nýggi stjórin heldur, at tað er uppgávan hjá Fíggjareftirlitinum at tryggja eina rætta virðisuppgerð í einari neyðstøðu. Hervið verður minni pláss til tann >>fleksibilitet<< sum vit eitt nú kenna í Føroya Banka-málinum, og partarnir verða tí kroystir til at taka skjótar avgerðir á meira røttum grundarlag. Tað hevur sambært donskum fjølmiðlum verið siðvenja, at Fíggjareftirlitið hevur vent blindað eygað til, í teirri vón at ein loysn verður funnin - ofta við politiskari >>innblanding<<. Orsøkin til at Henrik Bjerre-Nielsen skrivaði brævið til Búskaparmálaráðið er, at hann ynskir at fáa greiðu á hvørjum rammum stovnurin skal virkað undir í framtíðini. Hetta verður gjørt fyri, at eingin ivi skal verða um leiklutin hjá Fíggjareftirlitinum. Fleiri danskir politikarar hava annars verið úti eftir einari umskipan av Fíggjareftirlitinum. Onkur teirra hevur sagt, at leikluturin hjá eftirlitinum í Føroya Banka-málinum hevur víst, at stovnurin ikki er óvildugur, men virkar beinleiðis eftir boðum frá ráðharrum. Henrik Bjerre-Nielsen sigur við Børsen, at hann við brævinum ynskir at greiða Búskaparmálaráðnum frá sínari uppfatan , og at hann tí hevur kunnað starvsfólk síni um innihaldið í brævinum. Ótti millum starvsfólk Tað hevur, sum rímiligt er, vakt ans millum starvsfólki í eftirlitinum, at nýggi stjórin hevur biðið um orsakað. Umberingin verður mett sum ein rimmar kritikkur av teimum starvsfólkum sum arbeiddu við Føroya Banka-málinum. Stjórin Eigil Mølgaard er farin frá, men Flemming Nytoft Rasmussen og Peter Sylvest Larsen starvast enn hjá Fíggjareftirlitinum. Kritikkurin má metast at vera mest tyngjandi fyri Flemming Nytoft Rasmussen. Hann fekk grannskoðanarfrágreiðingina hjá Føroya Banka. Og lesnaðurin í henni var alt annað enn hugnaligur. Framtíðarvánirnar vóru sera svartskygdar, men hóast tað valdi hann at tiga. Tí visti Peter Sylvest Larsen onki um støðuna, tá hann luttók í samráðingunum um partabrævaumbýtið. Sylvest Larsen gjørdi tó onki fyri at kanna virðini í roknskapinum, og av teirri orsøk kom tann neyðugi avsetingartørvurin ikki upp á borðið, sjálvt um føroyingar høvdu spurt eftir hesum. Uppfatanin partarnir høvdu av leiklutinum hjá Fíggjareftirlitinum í samráðingunum var, at eftirlitið góðkendi umbýtið. Tiltøk Samkoman Immanuel Í kvøld møti kl. 20.30. Rhema á Hálsi Í kvøld kl. 20 møti. Tala og sangur við Leigh Hjaltalin. Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli. Einar Joensen talar. Biðið verður fyri sjúkum á møtunum. Morgunbøn mánadag til fríggjadag frá kl. 06.45. Øll eru vælkomin. KFUM & KFUK Almennur ytrimissiónsfundur verður í KFUK 5. febr. kl. 19.30 v/ Sólbjørg M. Símunarson. Fríggjakvøldið 6. febr. verður opið hús í KFUM. Børn undir 13 ár kl. 19-21. Ung yvir 13 ár kl. 19-01. Eldrasamkoma verður mánadagin 9. febr. kl. 15 í KFUK v/ Freydis Poulsen, fyrrv. lærarinnu. Evni: Frásagnir úr Norðoyggjum. Øll eru vælkomin til okkara tiltøk og fundir. Hvalvíkar Missiónshús Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20 v/ Jógvan Højgård, Runavík. Øll eru hjartaliga vælkomin. Konfirmatiónin í Nes prestagjaldi verður 19. apríl í Glyvra kirkju. Konfirmantarnir møta í Fríðrikskirkjuni mánadagin 16. febr. kl. 8. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundur verður í Havn í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld. Fríggjadagin 6. februar: Kafékvøld frá kl 21-24. Fernisering kl. 15-17: Gundur F. Mikkelsen, 22 ár, reportagu- og listfotografur úr Vestmanna, opnar framsýning. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Dagblaðið og fjúrtandi útaftur Dagblaðið verður á gøtuni hvønn mánadag við sjónarmiðum Fólkafloksins, og 14. September fer at koma út aðru hvørja viku við boðskapi Tjóðveldisfloksins Um stutta tíð verður føroyski blaðheimurin tvey bløð ríkari. Bæði málgagnið hjá Fólkaflokkinum, Dagblaðið, og málgagnið hjá Tjóðveldisflokkinum, 14. September, verða fyrsta dagin aftur á gøtuni. Í síðstu viku boðaði formaður Fólkafloksins á tingi, Óli Breckmann, frá, at Dagblaðið kemur út aftur. Í blaðnum í dag lýsir P/F Kunningarvirkið eftir stjóra/blaðfólki til 14. September. Dagblaðið hevur seinastu trý-fýra árini ligið stilt. Í tíðindaskrivi sigur Óli Breckmann einki um, at tað er tilstundandi løgtingsvalið, sum hevur fingið Fólkaflokkin at fáa útaftur blaðið, men tað er tó hugsandi, at bæði Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vilja hava sítt egna málgagn nú bæði løgtings- og fólkatingsval stunda til. Dagblaðið kemur ikki út í tí formi, sum vit kendu blaðið tá Óli Breckmann leiddi tað - talan verður um eitt lítið, átta síðu vikublað í avvísstødd. Av tí at vikublað er, fer tað ikki at bera vanlig tíðindi, og tann marknaðurin er longu mettaður, sigur Óli Breckmann. Ætlandi verða bert sjónarmið at lesa í Dagblaðnum, sum ikki standa, hoyrast ella síggjast í øðrum fjølmiðlum, sigur hann. Dagblaðið fer at koma út mánadag, og til ber at halda blaðið og keypa tað í leysasølu. Fjúrtandi September fer bert at koma út aðru hvørja viku, og í lýsingini verður sagt, at talan fyrst og fremst verður um ein boðbera hjá Tjóðveldisflokkinum og um málgagn fyri føroyskum tjóðveldi. Søkt verður eftir blaðfólki, sum samstundis kann átaka sær blaðstjórastarvið, og er talan um eitt hálvttíðar starv. Umframt blaðstjórastarvið er ætlanin at hava eitt hálvtíðar blaðfólk Krøvini, sum sett verða blaðstjóranum á Fjúrtanda September eru m. a., at viðkomandi er tjóðveldissinnaður og er samfelagsliga medvitin og áhugaður. Tjóðveldisflokkurin ætlar, at Fjúrtandi September skal koma út við einum upplagi upp á umleið 1.500 - 1.600, og skal fyrsta blaðið á gøtuna í hesum mánaðinum. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Dráttur vann á Fleyr Flogbóltur, kvinnur: Fleyr fekk ongan møguleika á Giljanesi leygardagin. Dráttur smurdi tær av Tað var ongantíð nakar ivi um úrslitið í dystinum á Giljanesi leygardagin. Dráttur setti seg á dystin frá byrjan, og tær lótu ongantíð nakran iva verða um, hvør tað var sum hevði heimavøll á Giljanesi. Spælið hjá Drátti gekk sera væl leygardagin, meðan tað hjá Fleyr ongan veg gekk. Serv, móttøka, blokada og álop alt sum tað var virkaði eftir vild hjá Drátti, og tá blokadan hjá Fleyr virkaði eina løtu í triðja settið, fór Dráttur bara at lobba bóltin yvir í staðin, og tað vóru Fleyr-leikararnir als ikki við uppá. Fyrsta sett byrjaði væl hjá Drátti. Móttøkurnar lógu væl, og álopini oystu niður yvir Fleyr sum ikki hevði nakað vápn til at verja seg við. Settið endaði 15-6 til Drátt. Í øðrum setti var gongdin tann sama. Dráttur førdi orðið, og loyvdi ongantíð Fleyr at verða við í dystinum. Hetta sett endaði 15-9 til Drátt. Triðja sett sá eisini út til at skula endað sum tey bæði fyrru, men tá vaknaðu Fleyr-leikararnir úr dvala og gjørdu ein vørr. Tær fingu bart seg upp aftur, og høvdu enntá settbólt við støðuna 14-13. Tað eydnaðist tó ikki at vinna hann, og Dráttur fór tí avstað við tí settinum, við úrslitinum 16-14. Tað er løgið, at Dráttur bert hevur fýra stig, tí við spælinum tær vístu leygardagin eigur tær at liggja nógv fremri. Sunnudagin tapti Fleyr 3-1 ímóti TB, so nú liggur Fleyr á aftasta plássi. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Mjølnir klárt á odda Flogbóltur, kvinnur: Hjá kvinnunum er bert spurningur um nær Mjølnir vinnur meistaraheitið. Hini liðini skalað tær ikki í ár. Tað sær ikki út til at nakað av hinum liðunum í meistaradeildini skalar Mjølnir í ár. Tær hava verið sera væl leikandi og um vikuskiftið gekk hetta út yvir ÍF, sum tapti 3-1. Uttan at taka nakað frá ÍF, so vunnu tær fyrsta sett við góðari hjálp frá Mjølni. Mjølnir stillaði upp við fleiri ungum leikarum, og tað sást týðiliga, at tær ikki vóru nóg royndar. Tær taptu fyrsta sett 15-10. Tey bæði næstu settini brúkti Mjølnir teir royndu spælararnar, og tað gav at bíta beinanvegin. Mjølnir vann klárt hesi bæði settini, ávikavist 15-9 og 15-6. Í fjórða setti legði Mjølnir hart út. Tær fóru skjótt frá ÍF og eftir lítlari løtu vóru tær frammanfyri 8-1. Nú royndu tær so aftur við teimum yngru kreftunum. Tær eldru meira royndu fóru út á bonkin at sita, meðan tær yngru sluppu at royna seg. Henda roynd hevði við sær, at ÍF kom við aftur í dystin, og hevði enntá settbólt við støðuna 14-13, men onki hjálpti. Mjølnir vann settið 16-14, og harvið dystin 3-1. Sum støðan er í løtuni, so er tað bara TB sum kann gera sær vónir um at hótta Mjølnir. Mjølnir hevur 13 stig á fyrsta plássið, meðan TB hevur 10 stig á øðrum plássi. Men so skal sigast, at Mjølnir hevur leikt ein dyst færri enn TB. Sum Mjølnir-liðið hevur leikt í ár, so er tó lítið at ivast í, at meistaraheitið hjá kvinnunum endar í Klaksvík. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Fleyr hongur í Flogbóltur, menn. Fleyr roynir at hanga í hølunum á Mjølni nú kappingin líður móti endanum. Teir skulu vinna allar dystirnar sum eftir eru, meðan Mjølnir skal tapa meiri enn ein Teir royna alt teir kunnu fyri at fáa fatur á Mjølni og Fram, men so skulu dystirnir móti ÍF vinnast. Næstseinasta vikuskifti var kapping í Klaksvík, og tá vísti ÍFb, at teir kunnu geva øllum liðunum í meistaradeildini trupulleikar. Tá vunnu teir millum annað á Fleyr. Fleyr-leikararnir høvdu avgjørt, at hetta ikki skuldi endurtaka seg, og teir gjørdu tí tað teir kundu fyri at fáa bukt við ÍF b beinanvegin. Striltið gekk tó, tí ÍF b fylgdi væl við. Men tað eydnaðist Fleyr at sleppa frá, og teir vunnu settið 15-9. Gongdin í øðrum settið var tann sama. ÍF b royndi at fylgja við, men orkan gekk undan, og fleiri tilvildarligir feilir snýktu seg inn í spælið. Annað sett endaði 15-10 til Fleyr. Í triðja settið var gongdin tann sama. Tað var Fleyr sum átti spælið, men tá setið var hálvrunnið, hevði ÍF fingið strítt seg uppaftur. Teir royndu at sleppa fram um, men tað gekk teimum ikki eftir vild. Fleyr helt trýstið og vann settið og harvið dystin 3-0, Síðsta sett endaði 17-15 til Fleyr. Í hinum dystinum á Kambsdali sunnudagin vann Mjølnir 3-1 móti ÍF a. ÍF a gjørdi ein vørr í triðja settið, men fánaði burtur aftur í fjórða settið. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Mjølnir smurdi Fram av Flogbóltur, menn. Mjølnir gjørdi eitt ordans hopp í stigatalvuni um vikuskifti. Undan seinasta umfarið lógu teir nummar tvey, eitt stig aftanfyri Fram. Nú eru teir trý stig frammanfyri á fyrstaplássi Teir gjørdu bart, klaksvíkingarnir í Mjølni. Leygardagin leiktu teir ímóti Fram, sum á stigatalvuni lá eitt stig frammanfyri Mjølnir, men tað tók ikki mótið frá klaksvíkingum. Teir vóru til dystin fús og løgdu trýst á Fram beinanvegin. Fram hevði sera trupult við at fáa servimóttøkurnar at liggja sum tær skuldu, og tað hevði við sær, at álopsspæl teirra varð alt ov einstáttað. Tá ið so Mjølnir samstundis hevur eina góða og sterka blokadu, so verður eyka trupult hjá mótstøðuliðunum at fáa teir niður við nakkanum. Fyrsta sett endaði 15-11 til Mjølnir. Fram vaknaði Í øðrum setti vaknaðu Fram-leikararnir við nýggjari megi. Alt sum ikki virkaði í fyrsta setti virkaði nú, og eftir stuttari løtu vóru teir frammanfyri 9-0. Tá vaknaði Mjølnir við kaldan dreym, men ov seint var. Sjálvt um teir bardust dúgliga, so var onki at gera, og Fram vann settið 15-9. Gongdin helt á í triðja setti, men tá tóku Mjølnir-leikararnir seg um reiggj. Teir otaðu seg spakuliga inn á Fram, og fóru síðani framum. Úrslitið var, at Mjølnir vann triðja sett 15-10. Hetta er eitt av sermerkjunum hjá Mjølni. Teir kunnu gott vera aftanfyri, men duga so øgiliga væl at koma aftur í aftur. Teir hava eitt sterkt lið, men teirra avgjørdi fyrimunur er, at teir eru so støðugir sum teir eru. Teir gera fáar persónligar feilir, og sum tað óivað er sagt fyrr, so er tað grundleggjandi í flogbólti. Fjórða sett vann Mjølnir rímuliga lætt 15-7. Teir hildu áfram har teir sleptu í triðja setti, meðan Fram ongantíð kom fyri seg. Ov einstáttað spæl Trupulleikin hjá Fram er, at teir dúva ov nógv uppá spælið hjá Sigmundi av Teigum. Úr Klaksvík verður sagt, at Sigmund ikki hevði ein av sínum bestu døgum, og tá vísir tað seg sum hinir aftra seg við at taka ábyrgd fyri spælinum. Fram hevur annars nógvar stórar og góðar leikarar, so tað skuldi verði lagað manni at skift spælið meira javnt ímillum allar. Tað ger tað eisini torførari hjá mótstøðuliðunum at spæla ímóti teimum. Annars frætta vit úr Klaksvík, at hjá Mjølni vóru tað serliga Klæmint Isaksen og Kjartan Hansen, sum leiktu væl henda dagin. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Spenningur komin í talvkappingina Talv: Klaksvík 2 vann óvæntað á Havnini, og tískil kom Klaksvík 1 nærri 2. plássinum Sunnudagin 25. januar varð 7. umfar í liðkappingini í talvi leikt, og mest óvæntaða úrslit í 1. deild var, at Klaksvík 2, sum liggur niðast í deildini, vann 3-1 á Havnini, sum er nummar tvey. Áðrenn hetta umfarið var bert eitt stig á muni millum Kollafjørð, sum er nummar eitt, og Havnina á øðrum plássi, men eftirsum kollfirðingar vunnu 3-1 á Vestmanna, gjørdist munurin í toppinum eitt sindur størri. Samstundis merkti ósigurin hjá havnarmonnum, at Klaksvík 1, sum vann sannførandi á Streymi, tók seg nógv inn á Havnina. Í 2. deild stendur dysturin millum Toftir og Kollafjørð 1. Toftamenn mistu bert eitt hálvt stig móti Havnini 2, meðan KT 1 vann trygt 4-0 á Gøtu. Gøtumenn liggja framvegis niðast í 2. deild, og nú er munurin rættiliga stórur, tí næstniðasta liðið, Kollafjørður 2, vann 3-1 á Havnini 1. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Neistin og H71 spæla í kvøld Hondbóltur: Landskappingardystur verður í kvøld millum Neistan og H71 í høllini á Hálsi í Havn Í kvøld klokkan 19.45 spæla Neistin og H71 landskappingardyst í ítróttarhøllini á Hálsi. Dysturin hevur stóran týdning fyri bæði liðini. H71 hevur fyri neyðini at vinna fyri ikki at missa sambandið við tey bæði oddaliðini VÍF og StÍF. Neistin er hinvegin niðast á stigatalvuni við bert tveimum stigum, og fyri teir hevur hvør dystur stóran týdning, um ikki liðið skal flyta niður. H71 kann við einum sigri í kvøld koma upp á 11 stig, og so er ikki so langt upp til VÍF, sum hevur 14 stig, og StÍF, sum hevur 13. Komandi sunnudag skal H71 spæla móti júst StÍF á Skála, og tað hevði komið væl við hjá hoyvíkingum, um tað tá ber til hjá teimum at fara fram um strandingar. Kappingarárið hjá Neistanum hevur verið lítið at reypa av higartil, men kanska kemur vend í í kvøld. Í øllum førum má vendin skjótt koma, um liðið ikki skal flyta niður. Um tað hendir, verður tað ein tann daprasta løtan í søguni hjá felagnum. elj Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Julian Johnsson ger vart við seg í Noreg Fótbóltur: Føroyski landsliðsspælarin Julian Johnsson hevur nú verið í norska felagnum Kongsvinger í ein mánað Fyri einum mánaði síðani fór føroyski landsliðsspælarin Julian Johnsson, sum í fjør var við til at spæla B36 til FM-heitið, til Noregs, har hann hevur gjørt ein trý ára sáttmála við Kongsvinger Idrettslag, sum spælir í bestu norsku deildini. Síðani tá hevur Kongsvinger spælt fleiri venjingardystir sum fyrireiking til norsku landskappingina, ið byrjar um góðar tveir mánaðir, og Julian hevur verið við í teimum øllum. Tað hevur gingið ótrúliga væl, haldi eg sjálvur. Eg havi verið við í øllum dystunum, har eg sum oftast havi spælt defensivur miðvallarleikari, sigur Julian Johnsson. Í Føroyum er Julian mest kendur sum ein spælari, ið er um allan vøllin og ofta heilt frammi í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum, men venjarin hjá Kongsvinger, Per Anders Sjøvold, gjørdi greitt beinanvegin, at hann ætlaði at brúka Julian sum defensivan á miðjuni. Tað passar mær fínt at renna afturi á miðjuni og vinna bóltar, sigur Julian. Norðmenn spæla pressfótbólt, sum vit eisini hava sæð landsliðið hjá teimum gera, og tað hóskar væl til mín, sigur hann og leggur afturat, at hóast hann hevur verið við í øllum venjingardystunum - teir flestu allar 90 minuttirnar - so er hørð kapping um plássini. Kongsvinger spælir eftir 4-5-1 skipanini við eini væl mannaðari miðju, har av tveir eru offensivir. Higartil havi eg so klárað at trýst hinar av, sigur Julian. Fekk brotsspark Um vikuskiftið vann Kongsvinger kappingina Umbro Cup, sum varð spæld í stóru nýggju høllini hjá felagnum. Høllin, sum kostaði 64 milliónir norskar krónur at gera, er spildurnýggj, og har er ein fótbóltsvøllur í vanligari stødd, so liðið kann venja um hesa árstíðina, hóast norski veturin er upp á tað hægsta. Í Umbro Cup vann Kongsvinger 3-1 móti Brann úr Bergen - her fekk Julian millum annað eitt brotsspark - og 2-1 móti svenska liðnum Örebro. Eisini hevur Julian verið við í venjingardystum móti m.a. Moss (taptu 0-2) og Lillestrøm (1-1), og í eini innandurakapping í Hamburg, har hann gjørdi eitt mál. Venjarin Per Anders Sjøvold er eisini væl nøgdur við tað, sum Julian hevur avrikað henda fyrsta mánaðin. Kongsvinger hevur keypt fleiri nýggjar spælarar til hetta kappingarárið, og teir hava allir spælt nógv hesar venjingardystirnir. Venjarin vil sjálvandi royna sínar nýggju spælarar, og sum skilst á norskum bløðum er hann væl nøgdur við innkeypini, ikki minst tað føroyska. Hann er væl nøgdur við fysikkin hjá mær og sigur eisini, at tað tekniska ikki er so galið, sum eg sjálvur vil gera tað til, sigur Julian. Hart arbeiði Lívið sum yrkisleikari er ikki bara ein dansur á rósum. Tað er hart arbeiði sum alt annað, og tað merkist, at kappingin er hørð, men Julian sigur, at hann er fallin væl til í nýggja umhvørvinum. Tað fer sjálvandi altíð at vera onkur, sum hevur onkra keðiliga viðmerking av og á, men tað mást tú bara taka við. Tveir av spælarunum í hópinum eru ikki upp á talufót, men tað er teirra trupulleiki, so leingi tað ikki ávirkar restina av liðnum, sigur Julian, sum hevur hildið nógv saman við áleyparanum Harald Solberg, sum eisini er komin til Kongsvinger í ár. Norsku bløðini hava eisini verið positiv í sínum ummælum av føroyska fótbóltsspælaranum, og fólk í býnum eru eisini sera positiv, sigur Julian. Frítíð er ikki nógv av - ein vika í juni orsakað av HM-endaspælinum, og tríggjar vikur í november, men annars ikki fyrr enn á jólum. Vónsvikin av EM-lutakastinum Julian sigur annars, at hann var eitt sindur vónsvikin av EM-lutakastinum herfyri, sum bólkaðu føroyska landsliðið saman við Kekkia, Skotlandi, Bosnia-Hersegovina, Litavia og Estlandi. Eg hevði vónað, at vit fóru at fáa Italia, Týskland ella Noreg. Í staðin fingu vit Skotland og Kekkia, sum vit hava spælt ímóti fyrr. Julian heldur ikki, at tað er nakar fyrimunur fyri Føroyar at hava spælt móti hesum londunum fyrr. Teir hava jú eisini spælt móti okkum fyrr. Teir eru somikið professionellir, at tað kann gera tað sama, sigur hann. Hinvegin haldi eg, at møguleikarnir fyri góðum úrslitum eru størri enn nakrantíð. Eitt land sum Estland eiga vit at vinna, og eg haldi eisini, at vit kunnu gera okkurt við Skotland, um vit hava ein góðan dag. Nú skulu ítróttar- leikarar á skúlabonk ÍSF er farið í samstarv við Handilsskúlan um skeið í nevndararbeiði og persónligari menning Nú hava leiðarar í ítróttarfeløgunum kring landið møguleika at koma á skúlabonk fyri at læra, hvussu tey kunnu gerast betri til at røkja uppgávuna, sum tey hava átikið sær í lokala felagnum ella í einum sersambandi. ÍSF boðaði longu á aðalfundinum seinast frá, at teir arbeiddu við at skipa fyri samstarvi við Handilsskúlan, og nú er komið so mikið langt við hesum, at skeiðini verða lýst. Talan er um eitt skeið, sum verður hildið kring landið. Skeiðið er sekstan tímar, og tað verður hildið í tveir dagar - fýra tímar hvønn dagin. Kostnaðurin er hundrað krónur fyri hvønn luttakaran, og tá er íroknað undirvísing, skeiðtilfar og matur. Sagt verður, at boðast skal frá luttøku í seinasta lagi 17. mars hjá skeiðtænastu Handilsskúlans, sum hevur telefon 17177. Í Handilsskúlanum í Kambsdali verður skeiðið leygardagin 18. og sunnudagin 19. apríl frá kl. 9 til 17, í Havnini verður tað týsdagin 14., hósdagin 16., týsdagin 21. og hósdagin 23. apríl - allar dagarnar frá kl. 16 til 20 í Handilsskúlanum, á Tvøroyri verður skeiðið í skúlanum leygardagin 2. og sunnudagin 3. mai frá kl. 9 til 17, í Klaksvík verður skeiðið leygardagin 9. og sunnudagin 10. mai frá kl. 9 til 17, og í Sørvági verður skeiðið vikuskiftið 23. og 24. mai í skúlanum. Innihald Endamálið við skeiðnum er, at luttakararnir fáa kunnleika um ymsar arbeiðs- og samarbeiðshættir, ið kunnu nýtast í dagliga arbeiðnum til menning av felagnum og til sjálvsmenning. Skeiðið ætlast at hjálpa luttakarunum at gerast betur førir fyri at taka ímóti og arbeiða við upplýsingum, orða og geva upplýsingar víðari, sum aftur skal hava við sær, at trygdin verður størri fyri einum hægri kunningarstøði. Yvirskriftirnar fyri tí, sum verður á skeiðnum, eru fyriskipan, fundarleiðsla, roknskapur og kreativitetur. Sagt verður, at tað krevst eingin forkunnleiki fyri at taka lut á skeiðnum. Frálæran verður gjørd livandi, og dentur verður lagdur á, at luttakararnir eru virknir og ikki bara skulu sita og lurta, verður sagt frá fyrireikarunum. Áki Bertholdsen Tað kann væl hugsast at onkur fer at siga ja ­Nú er so stutt til løgtingsval ræðast fólkafloksmenn ikki løgmann so illa sum teir gjørdu fyri einum ári síðani. Tí nú sigur Óli Breckmann, at tað kann gott vera at fólkafloksmenn fara at atkvøða fyri at seta nevnd at kanna heimastýrislógina, hóast løgmaður ikki vil Fyri einum ári síðani var Fólkaflokkurin fyri hørðum ákoyringum tá ið hann gjørdi greitt, at hóast hann tók undir við málinum, kundi hann, vildi hann, ella tordi hann ikki at atkvøða fyri uppskotinum, sum tá var til viðgerðar í tinginum um at seta nevnd at kanna heimastýrislógina. Hesa mótsigandi støðu tók Fólkaflokkurin, tí hann sat í samgongu við Sambandsflokkinum og Edmund Joensen, løgmaður hevði gjørt púra greitt, at hann fór at útskriva nýval í stundini, atkvøddi nakar í samgongurin fyri málinum, tí hetta var brot á samgonguskjalið. M.a. átalaði fyrrverandi formaður Fólkafloksins eitt mannaminni, Jógvan Sundstein, sínar egnu partamenn, tí hann helt, at tað líktist ongum at Fólkaflokkurin skuldi vera so undirbrotligur. Nú er øðrvísi Nú er málið aftur til viðgerðar í tinginum og nú tykist sum um Fólkaflokkurin ikki ræðist løgmann so illa, sum teir gjørdi fyri einum ári síðani. Á almenna fundinum á Tvøroyri mánakvøldið um støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum sóknaðist Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins eftir, hvørja støðu Fólkaflokkurin hevði til uppskotið sum nú liggur í tinginum um at seta nevnd at kanna heimastýrið. Formaður Fólkafloksins á tingi, Óli Breckmann, sum eisini sat við pallborðið, svaraði ongantíð til hetta. Men eftir fundin, spurdu vit hann, hvussu Fólkaflokkurin fór at fyrihalda sær, nú málið um at seta nevnd at kanna ríkisfelagsskapin skjótt kemur til atkvøðugreiðslu í tinginum. Óli Breckmann segði, at løgtingslimunum hjá Fólkaflokkinum fer at standa frítt, at atkvøða sum teir vilja í málinum. Hann sigur, at avtalan um samgonguna er framvegis ein avtala. Men eftir, hvat skilst á honum, heldur hann, at støðan er eitt sindur øðrvísi nú, enn hon var seinast málið varð frammi fyri hálvum øðrum ári síðani. Nú er so stutt til valið, at tingfólkið okkara fer at at standa frítt at velja eftir bestu sannføring. Og nú valið er beint fyri durunum, kann tað gott vera at onkur av okkum tekur kansin og atkvøður fyri uppskotinum, hóast Løgmaður ikki vil, sigur Óli Breckmann. Uppskotið um at seta nevnd at kanna heimastyrislógina er í løtuni í rættarnevnd løgtingsins til viðgerðar. Og hon fer at hava fund um málið fríggjadagin. Annars hava vit meiri um politiska fundin á Tvøroyri mánakvøldið í einum seinni blað. Á fundinum sótu fýra teir størstu flokkarnir, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin við eitt pallborð og umrøddu støðu Føroya í Ríkisfelagsskapinum. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Nú fáa sjúkrasystrarnar sítt umboð í leiðsluna Tað hevur leingi verið upp á tal at seta sjúkrasystrastjóra, síðustillað við læknastjórastarvið. Nýggja starvið skal vera við til at styrkja og menna røktarfakliga økið innan sjúkrahúsarbeiðið. Í farnu viku varð Marjun Smith, stovnsleiðari á Lágargarði, sett í hetta starvið Uppgávan hjá sjúkrasystrastjóranum verður at styrkja røktarfakliga serkunnleikan, og saman við heilsufakligum varastjóra, skal hon standa fyri heilsufakligu ráðgevingini mótvegis sjúkrahússtjóranum. Nakað soleiðis verður m.a. tikið til í starvslýsingini. Hetta starvið er nýtt, og verður síðustillað við læknastjóraembætið. 55 ára gamla Marjun Smith, er væl kend innan føroyska heilsuverkið. Hon varð útbúgvin sjúkrasystur í 1964, og hevur arbeitt innan fakið øll árini. Í fyrstuni sum sjúkrasystur, men seinni fór hon á sjúkrasystraháskúlan í Århus, har hon tók prógv innan leiðslu, umframt at hon hevur onnur leiðsluskeið. Hon var leiðari á Suðuroyar ellis- og røktarheimi í átta ár, áðrenn hon tók við sum stovnsleiðari á Lágargarði í Havn. Seinastu 10 árini hevur hon verið leiðari á Lágargarði, og skal eisini frameftir røkja hetta starvið. Marjun Smith skal virka sum sjúkrasystrastjóri ein triðing av arbeiðstíðini. Spurd hví hon sókti nýggja starvið, sigur Marjun Smith, at hon hevði hug at royna nýggjar avbjóðingar. Skuldi tað vera, so var tíðin komin nú. Hvat er innihaldið í nýggja starvinum? Eg skal vera ráðgevi í røktarfakligum spurningum, við beinleiðis tilvísing til sjúkrahússtjóran. Tað verður m.a. at luttaka á ymsum fundum, og fáa til vega alt týðandi tilfar í hesum sambandi, o.s.fr.,sigur Marjun Smith. Hvørjar vónir hevur tú frameftir? Eg vóni at kunna ávirka viðurskiftini soleiðis, at sjúkrarøktin verður prioriterað hægri, sigur nýggi sjúkrasystrastjórin. Eitt nú saknar hon eftirútbúgvingar og víðari útbúgvingar av røktarstarvsfólki, til frama fyri sjúklingarnar. Øll árini við sparingunum innan sjúkrahúsverkið, hava júst eftirútbúgvingar verið spardar burtur. Tað hevði verið væl, um vit kundu fingið sjúkrarøktina á hædd við tað, sum hon var áður. Hetta verður ein av stórum uppgávunum, men samanumtikið kann sigast, at vit fara at virka fyri at menna tvørfakliga samstarvið á sjúkrahúsøkinum, sigur Marjun Smith. Jón Ellendersen. Tað eru vit sjálvir sum skulu menna samfelagið Føroyar er eitt lítið land og soleiðis eiga vit eisini at hugsa um Føroyar. Og júst tað, at landið er lítið ger, at vit eru sera bundin av at vit stuðla hvørjum øðrum, og serliga stuðla føroyskari framleiðslu. Bíligt útlendskt borgar sjáldan fyri góðsku. Og stendur illa til hjá heimaframleiðsluni í Føroyum, stendur verri til á politiska økinum. Tað eru fáir glottar at hóma millum føroyskar politikarar. Teir flestu eru so bundnir av at hugsa politikk soleiðis sum teir hugsaðu í 70'unum og 80'unum, at teir ikki longur duga at hugsa konstruktivan og mennandi politikk Eg havi fyrr víst á, at trongskygni og vanahugsan ikki byggir samfelagið, og eg eri freistaður at leggja afturat: Tað gera leysir dreymar og háfloygd orð um Føroyar sum eina tjóð millum tjóðir heldur ikki. Hetta skal tó ikki skiljast so, at eg eri ímóti, at vit gerast fræls tjóð, sjálvandi eri eg ikki ímóti tí. Men hetta eigur ikki at henda í morgin ella næsta ár. Hendir tað, so eigur tað at verða so við og við, tí samfelag og búskapur okkara eru ikki ment at bera eina bráa loysing frá Danmark. Vit skulu í minsta lagið vera vísir í hvussu vit kompensera fyri ta milliardina, danir lata okkum í blokkstuðli hvørt ár. Og vit skulu eisini hava tíð at byggja ein import/eksport, sum fullkomiliga er óheftur av donskum millumhandlarum og av donskum væl súltaðum vana at senda okkum secundavørur. >>Mådelig pølse er altid bedst!<< Og júst hetta skulu vit eisini venja okkum av við at hugsa um okkum sjálvi og tað, vit fáa av skafti. >>Hetta er nóg gott til føringar!<< Ja, soleiðis hugsar meginparturin av føringum, sum framleiða til føringar. Og ikki at gloyma: Vit kennast, so eg fái tað bíligari! Eingin føringur kann keypa breyð fyri at >>vit kennast<>Jamen føroyskar bøkur eru so dýrar!<< Ja sjálvandi, tí tað eru ov fá sum keypa tær. Og hetta ger eisini, at menningin sum átti at veri innan føroyskan skaldskab, sleppur ikki framat. Hvør tímir ella torir at eksperimentera bókmentaliga tá tøkkin kanska er, at føringar heldur keypa danskt ella norskt av sama slagið? Allir føroyskir rithøvundar hava ikki somu treytir at virka undir sum William Heinesen. Men hinvegin hungra óiva nógvir føringar eftir, at vit aftur fáa ein navnframan rithøvund. Tað ber til hjá málningalistini, tí eigur tað eisini at bera til hjá rithøvundum. Men tað er treytað av, at vit fyrst og fremst hugsa um at menna mentan okkara áðrenn vit hugsa um pengapungin. Handilsmenn eru ikki politikarar Stendur illa til á mongum økjum í Føroyum, stendur ringast til á politiska økinum. Tað eru fáir glottar at hóma millum føroyskar politikarar. Teir flestu eru so bundnir av at hugsa politikk soleiðis sum teir hugsaðu í 70'unum og 80'unum, at teir ikki longur duga at hugsa konstruktivan og mennandi politikk. Og lítið nyttar at hugsa loysing og frælsi, hava vit ikki neyðuga grundarlagið at byggja og varveita samfelagið á. Men hinvegin fáa vit sjálvandi tað vit velja. Velja vit teir beru handilsmenn, pengamenn og virkiseigarar inn á ting, so fáa vit sjálvandi ein politikk sum er stýrdur av at skula varveita inntøkurnar hjá somu monnum. Handilsmenn, pengamenn og virkiseigarar hava sínar privatu skyldur at røkta. Politikarar eiga at vera menn sum hava visjónir, sum ikki eru heftir av, at tann og tann avgerðin fær avleiðingar fyri egna fyritøku. Og hetta sigi eg ikki tí eg havi nakað ímóti handilsmonnum, pengamonnum og virkiseigarum, tvørturímóti. Teir eru eins neyðugir í samfelagnum sum øll onnur. Uttan teir er eingin menning í samfelagnum. Men tað ber ikki til at vera óheftur politikari so leingi sum óttin fyri egnum privatvirksemi ávirkar álvarsligar avgerðir. Tí er neyðugt at føroyski veljarin byrjar at hugsa øðrvísið. Skúlaverkið Men tað eru aðrir, sum eisini noyðast at fylla skallan við nýhugsan og millum teirra liggur føroyska útbúgvingarverkið fremst. Vit noyðast at hugsa aðrar leiðir. Vit noyðast at hugsa longur enn frá 1. flokki til studentaskúlan, tí har frá taka danir yvir. Tí danska skúlaverkið er á so lágum støði, at kappingarførið hjá dønum er versnað av álvara seinastu 15 árini. Tað danska skúlaverkið, sum lá á odda í Evropu í 70'unum er sorað sundur av hugsanini um, at øll skulu vera líka, kosta hvat tað kosta vil. Tí eiga vit at bera so í bandi, at føroyskir studenta- og handilsskúlanæmingar v.fl. hava betri møguleikar at leita sær til onnur lond, teirra millum Svøríki, Noregi, Bretlands, Íslands v.fl. Er nakar í iva í hesum máli, so ber til at lesa bókina >>Verdens bedste uddannelsessystem<<, sum viðgerð syrgiliga veruleikan innan danska skúlaheimin. Sjálvur upplivi eg hesi vána viðurskifti hvønn dag. Men sjálvandi hava árini í Finnalandi og Svøríki givið mær eitt samanberingargrundarlag, sum tey, sum bert kenna danska skúlaverkið, ikki hava. Tí er tað avgerandi, at vit finna okkum onnur skúlaverk at samanbera við enn tað danska. Vit eiga eisini at syrgja fyri, at skúlaverkið leggur seg eftir at menna tað, sum er sermerkt fyri mentan okkara og at leggja dent á eina útbúgving, sum mennir teir praktisku eginleikar, føringar hava í sær sum oyggjabúgvar. Eitt skúlaverk, sum eftirapar meginlendskum curricula hevur lítið við Føroyar at gera. Hetta skal tó ikki órógva, at vit eisini búgva skúlaungdómin út til at kunna lesa víðari aðrastaðni í Evropu. Men tað er heldur ikki neyðugt at blanda hesi bæði saman, tí tey eiga at vera - og eru tað í nógvum øðrum smátjóðum - sundurskyld, men sjálvsagdur partur av heildini. Danir skilja okkum ikki Mær rennur í hug tað Jørgen Frantz Jacobsen segði um viðurskiftini millum føringar og danir: >>At Føroyar - tjóðskaparliga - eru ikki danskar, at tær hóast 500 ára tilknýti við Danmørk hava til fulnar varðveitt síni eyðkenni, fram um alt málið, er ein sannroynd, sum bert lutvísliga er viðurkend í Danmørk. Danskir frøðingar alt frá C. C. Rafn upp til teirra núlivandi hava skilt tað og hava sýnt miklan áhuga eitt nú fyri føroyskum máli, og hetta fara føroyingar altíð at vera teimum takksamir fyri. Men danskur almenningur, ein stórur partur av blaðaheiminum og - tað er tað versta - í mongum føri umsitingin og lóggávan, kunnu ikki ella vilja ikki síggja hvussu veruliga er vorðið. Tað tykist at vera ein trúarsetningur, at Føroyar eru og skulu vera danskar.<< Og júst hetta, at danir hava ilt at skilja, at vit eru føringar og ikki danir ger, at teir hava ilt við at taka okkum í álvara. Teir hugsa um okkum á sama hátt sum teir hugsa um bornholmarar. Men hvussu kunnu teir skilja, at neyðars 45.000 sálir kunnu vera so sjálvstøðugar, at tær megna at eiga egið mál, egið ting (sum er eitt hitt elsta ið til er), egna mentan o.sfr. Teir skilja heldur ikki, at vit ikki eru so takksamir fyri >>at danir hava tikið sær av okkum<< í skjótt 600 ár. Teir skilja heldir ikki okkara hugsunarhátt, eins lítið og vit skilja teirra. Teir skilja ikki, at tá ein føroyingur sigur >>skulu vit ikki gera tað og tað<<, so meinar føroyingurin tað, tí danir eru vanir við, at fyri hvørja gerð hoyrir ein ógvusligur orðafloymur uttan innihald. Um tað er tí teimum dámar at hoyra seg sjálvar ella tað bert er teirra máti, veit eg ikki rættiliga - og eg verði neyvan klókari. Men føringar koma ofta illa fyri av dønum, tí føringarnir halda, at danir meina tað teir siga. Vit gloyma, at áðrenn teir siga tað teir meina, siga teir eina rúgvu, sum teir ikki meina. Og her ræður um >>timing<<. Hinvegin halda danir, at vit eru tunglyntir og nærum skulu noyðast at siga okkurt. Teir eru eisini rættiliga bilsnir tá vit eftir langa tøgn lyfta høvdinum og siga: >>Nu tror jeg vi har snakket nok! Skal vi ikke se at få bestilt noget!<< - Nei, danir fara neyvan at hjálpa okkum at menna samfelagið. Teir halda tað vera í fínasta lagið um vit liva sum vit altíð hava gjørt - við aðrari hondini rættari móti blokkstuðlinum, og hinari peikandi móti dønum meðan vit rópa: >>Fyh! Det er jeres skyld det hele!<< Og heilt ósekir eru teir heldur ikki. Men tað eru vit sum skulu menna samfelagið, tað eru vit sum skulu menna búskapin og tað eru vit sum skulu lata eitt gott og sterkt samfelaga, frælst ella ikki frælst, til eftirkomarar okkara! Keypmannahavn 28. januar 1998 Tekstmaskinan Spælið komið aftur Við nýggja Wing Commander: Prophecy frá Origin, verður sett eitt nýtt støði fyri rúmdarkrígsspølum. Prophecy er hitt fimta í røðini av Wing Commander spølum, og tey eru ikki sæð betri. Tað er aftur hesaferð meiri ferð enn filmur í spælinum Wing Commander er ímyndin av rúmdarkrígsspølum. Tað er ein samantvinnan av góðum actionspæli, har flogið verður runt í hugvekjandi rúmdarferjum og oyðileggur fíggindar, og so ein framhaldssøga um hetjukenda stríð menniskjunnar móti óndum og ágangandi aliens, alt sagt um meiri ella minni langar filmsstubbar. Seinasta útgávan var næstan meiri filmað ævintýr enn verulig action. Ein stórur partur av spælinum gekk fyri seg sum ein interaktiv søga, so ein hevði ávirkan á handlingini í spælinum. Nú hevur fyritøkan aftanfyri, Origin - tíbetur - minkað um nýtsluna av filmsbrotum munandi og tey, sum eru, ber til at sita og njóta. Afturfyri er nú full ferð á actionpartinum. Sterkar teldur Tað er ótrúligt so lætt myndastreymurin rennur um skíggjan sjálvt í teimum mest truplu brotunum. Spælið hevur fingið eina heilt nýggja skrá í actionpartinum, og á einari sterkari maskinu við 3D grafikkkorti og einum Pentium II sum motori, er tað meiri enn ein frægd at vera Wing Commander. Tað er heilt framúr. Kortini er ikki neyðugt við so stórari teldu. Ein 133 Mhz Pentium við accelereraðum grafikkkorti stendur seg eisini væl sjálvt í harðastu luftdystunum. Sum tað sæst er spælið gjørt til tær størru teldurnar, og minsta krav er eisini 133 Mhz við 32 MB RAM. Grafiskt Tað er sjálvandi eitt flott spæl. Grafikkurin er fyrsta floks. Tað er komið meiri ljós, djúpd ogg lív yvir myrka rúmið, rúmdarferjurnar eru næstan veruligar og ógvuliga nággreiniligar í smálutunum. Upptiknu brotini eru eisini vorðin betri síðan síðst, men framvegis er ikki talan um stóra leiklistarliga kynstrið. Søgan heldur fram Prophecy er byrjanin til ein nýggjan part av rúmdarsøguni. Í síðsta spæli, The Price of Freedom, vórðu menniskjuni og Kilrathi, teirra óndi fíggindi, sameind. Tí berjast vit móti einum nýggjum fígginda hesaferð, Hetta eru nakrar óndsinnaðar verur frá mytologisku fortíðini hjá Kilrathi, og harav navnið profeti. Men sjálvt um fíggindin er nýggjur er bardagin eins og hann altíð hevur verið. Ja, nýggju fíggindarnir fara fram á júst sama hátt sum teir gomlu. Alt gongur út uppá, gjøgnum eina røð av uppgávum, at gera av við so nógvar fíggindar sum gjørligt. Tað hendir í minni hólmgongum millum einstøk rúmdarskip og stórum bardøgum, har fleiri rúmdarskip bresta saman. Hetta gevur eina annaðleiðis kenslu av at vera í kríggi, enn vit vanliga kenna í mongum av teimum vanligu actionspølunum, har tú stendur einsamallur móti øllum tí ónda. Tað einasta ein upp á longri sikt fer at leingjast eftir, er møguleikin at spæla við og ímóti øðrum. Tað er eingin multiplayer funktión í Wing Commander: Prophecy. Men annars eru allar orsøkir at byrja at spara saman til spælið beinanvegin. Fakta: Wing Commander: Prophecy setur stór krøv: Í minsta lagi eina Pentium 133 Mhz við 32 MB RAM og 150 MB plássi á harðdiskinum. Sambært eskjuni krevst hartil eisini eitt 3D grafikkkort, men tað passar kortini ikki. Tekstmaskinan Aldri tigandi dunna Sjónvarpsrøðin við Duckman kann nú upplivast sum teknað ævintýrspæl Duckman er ein amerikonsk sjónvarpsrøð, sum fleiri kanska kenna. Duckman er ein samvitskuleysur, rættiliga ódugnaligur og altíð gremjandi privatur uppdagari. Hann hevur altíð eina ella aðra bítandi ella næsta viðmerking. Á skíggjanum er tað kanska undirhaldandi, men sum ævintýrspæl er søgan ein onnur. Í veruleikanum ber illa til at kalla The Graphic Adventures of a Private Dick fyri eitt spæl. Tað er meiri ein elektronisk teknirøð, har uppgávurnar meiri kennast sum ein undanførsla fyri at siga eina longri søgu. Og uppgávurnar eru einfaldar. Sum regul er tað nóg mikið bert at tosa við fólk. Trupulleikin, um ein heldur at ein situr við einum vanligum telduspæli, er, at tað ganga eitt langt og sjey breið, áðrenn ein sleppur framat í handlingini. Gott enskt Fyri at fáa fulla nýtslu av spælinum krevst, at ein hevur fylgt meiri enn væl við í enskttímunum. Spælið er fult av undurfullum amerikanskum karikaturum, ið allir verða framstillaðir upp á tað grovasta. Um ein skilir ætlanina við hesum, kann spælið vera rættiliga stuttligt. Handlingin Og handlingin. Duckman hevur júst mist sína góðu SV-sending og alla ta løgnu familjuna. Spælið gongur so út uppá, um eina røð av ymiskum myndum, at finna fram til, hvør hevur skuldina av hesum. Fakta Duckman The Graphic Adventure of a Private Dick er ein DOS framleiðsla, ið ikki krevur tað heilt stóra. Ein 486 DX við 8 MB RAM og 20 MB fríum plássi á harðdiskinum er nóg mikið. Jan Müller Málsøkini hjá Sámal Petur í Grund Nú løgmaður hevur valt at yvirtaka fleiri av málsøkjunum hjá Sámal P. í Grund so verður hann eisini noyddur at bera seg at sum landsstýrismaður við teimum skyldum hetta her í sær HVUSSU bleiv við málsøkjunum og málunum, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin Sámal Petur í Grund umsat! Hetta er ein áhugaverdur og sera relevantur spurningur at seta - ikki minst løgmanni, sum jú yvirtók tey kanska mest týdningarmiklu av hesum málunum. HVUSSU við útbyggingini av flogvøllinum! Hvussu við undirsjóvartunnlinum! Hvussu við Skotlandssiglingini og hvussu vit tippingini fyri bert at taka nøkur av málunum fram. TAÐ er einki dulsmál, at løgmaður ikki er lættur hjá føroysku pressuni at fáa hendur á. Sjálvandi er ein løgmaður nógv upptikin maður men hetta má ikki forða demokratiinum at virka. Og er tað so, at løgmaður, sum umsitur fleiri vanlig málsøki, ikki vil svara pressuni, tá hon setir honum spurningar, so virkar demokratiið ikki. Sosialurin hevur m.a. roynt at fáa løgmann at úttala seg um flogvallarmálið tvs. ætlaðu útbyggingina av flogvøllinum í Vágum. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa hann at svara hesum spurningum. VIT skulu tí gera eina roynd á hesum stað at seta løgmanni hesar spurningar: Hvussu ber tað til, at einki hendur í spurninginum um ætlaðu leingingina av flogvøllinum! Danir hava jú sagt gott fyri eini útbygging, sum teir sjálvir gjalda. Men bíðað verður eftir løgmanni, sum yvirtók málið eftir S. PíG. Er tað so harra løgmaður, at tú als ikki ynskir hesa útbygging, tí tú heldur sær, at flogvøllur verður bygdur aðrastaðni. Og í sama viðfangi kann verða spurt, um ikki parkeringin av undirsjóvartunnilin er partur av somu søk - nevniliga henni, at løgmaður ynskir hvørki at útbyggja flogvøllin í Vágum og eiheldur at gera nakran undirsjóvartunnil!!! SÍÐANI er tað Skotlandssiglingin. Eisini hesa "arvaði" løgmaður eftir S.P.í.G. Tað vísir seg nú, at siglingin helst heldur uppat. Hon gevur undirskot nú, men hyggja vit frameftir, so eru útlit til, at henda sigling landsbúskaparliga kann geva okkum stórar fyrimunir, her verður m.a. hugsað um útflutningin av feskum fiskafløkum. Vit hava so oftani nevnt hetta áður: at tað er ikki rætt at síggja hesa sigling sum ein spurning um yvirskot ella undirskotsruta. Talan er um at gera eina íløgu í framtíðina eins og gjørt varð við ferðamannaflutninginum á sinni. SPURNINGUR okkara til løgmann er: fer tú at fyritaka tær nakað, soleiðis at henda ruta ikki dettur heilt niðurfyri. Ella hóvar tær tað fínt, at tað syndarliga syndrið, sum er eftir av hesi rutu, eisini syndrast? OG loksins - hvussu við tippiningini og tí málinum! Vit minnast, hvussu Sámal Petur í Grund mundi verið útblakaður úr Tinganesi, tá hann dittaði sær at nema við hetta málið. Nú eigur løgmaður tað alt sum tað er, og spurningurin er, hvat verður gjørt fyri at fáa skil á í hesum málinum, soleiðis at m.a. føroyingar, sum vinna, skulu kunna fáa somu sømdir sum danir, ið spæla við. TÁ løgmaður ynskir og góðtekur at yvirtaka einstøk málsøki, sum annars hoyra landsstýrismonnum til, so fylgir ein stór ábyrgd eisini við hesum. Hann er tá bráddliga vorðin vanligur landsstýrismaður við teimum skyldum hetta ber í sær. Og ein av hesum skyldum er at vera tilreiðar at svara spurningum frá pressuni. Tvs. at hann verður noyddur at skifta løgmanskasjettuna út við landsstýrismannahúgvuni, tá hesi mál eru frammi. So einfalt er tað. Felags føroysk luttøka á fiskivinnustevnu í Skotlandi Í mars mánað skipar Menningarstovan fyri felags túri til Skotlands í sambandi við stóra aliframsýning. Føroyskur básur verður eisini á hesi stevnu Dagarnar 18.-20. mars verður aliframsýningin Aqua Culture International 98 á skránni í Glasgow. Framsýningin hevur í mong ár verið hildin í Avemore, men er nú flutt til stórbýin, tí undirtøkan er so stór. Eisini úr Føroyum er stór undirtøka. Tað er Menningarstovan, sum stendur fyri føroysku luttøkuni. Føroyingar fara at hava bás og luttaka undir navninum North Atlantic Ressource Centre. Afturat hesum verður ein felags føroyskur básur á Aqua Culture International framsýningini. Av tí at framsýningarnar so at siga eru í senn, verður gjørdur felagsfaldari, sum verður nýttur á báðum framsýningunum og umboðar tær føroysku fyritøkurnar, sum hava teknað luttøku á framsýningunum. Kjartan Kristiansen av Menningarstovuni sigur, at um nóg stórur áhugi er at vitja hesar framsýningar verður skipað fyri beinleiðis ferð til og frá Glasgow. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi og vátaslettings- ella regnælingur. Hitin millum frostmarkið og 2 hitastig. Veðrið hósdagin: Hann minkar vindin niður í gul av vestri og útsynningi og vátaslettingur, seinni regn. Móti kvøldi snarar hann í sunnan og landsynning og veksur vindin til hvassan vind. Hitin veksur upp í eini 5 stig. Veðrið fríggjadagin: Hvassur vindur av suðri og útsynningi og regn. Hitin um 5 stig. Út á dagin hækkar hann upp í vestan og tað klárar í, tó ælingur. Hitin fellur nakað. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi, ælaveður og hitin milum 1 og 4 stig. Seinni veksur hann vindin til hvassan vind av suðri, regn og lýggjari veður. Í gjár: Eitt lágtrýst skamt í landnyrðing úr Íslandi fer eystureftir. Eitt annað lágtrýst tekur seg upp í útsynning úr Íslandi og fer í nátt framvið Føroyum sunnanfyri. Í dag: Móti vikuskiftinum fer eitt nýtt lágrýst frá Hvarvinum móti Íslandi og tað gevur lýggjari veður við Føroyar. Hósdagur 5. februar 1998 jan muller jan@sosialurin.fo Saga fingið fótin fastan í Føroyum Tað hevur stóran týdning fyri okkum sum oljufelag at vera á staðnum, nú tá vit vilja vera við í fyrstu útbjóðingini við Føroyar sigur fyritaksstjórin í Saga Føroyar as, Terje Hagevang, sum heldur, at teir við hesum stigi eisini vilja gera sítt til at avmystifisera oljuverðina. -Vónandi fáa vit eitt gott samstarv við føroyskar myndugleikar og vinnulív og eisini mannin á gøtuni sigur hann Sum fyrsta útlendska oljufelagið, ið burturav ætlar sær at leita eftir olju og gassi við Føroyar, hevur norska Saga Petroleum latið upp skrivstovu í Havn. Hetta hendi í gjár, tá teir báðir stjórarnir, Geir Atle Rishovd og Pauli Einarsson hildu tíðindafund og kundu taka ímóti teimum fyrstu vitjandi. Felagið hevur leigað seg inn í hølini hjá Trygd á Bryggjubakka og verður talan í fyrstu atløgu bert um teir báðar. Men sum frálíðir og tað nærkaskt eini fyrstu útbjóðing á føroyskum øki verða helst fleiri fólk sett. Teir báðir koma at standa fyri sambandinum millum móðurfelagið í Noregi, dótturfelagið í Havn og føroyskar myndugleikar, vinnulív og mannin á gøtuni. Endamálið við at seta á stovn skrivstovu er at verða betri brynjaður til at bjóða uppá fyrstu útbjóðing, sum verður í næstu framtíð. Saga ætlar sær at vera operatørur í fyrstu runduni og er skrivstovan í Havn eitt týðandi stig á hesi leið sigur fyrisitingarligi stjórin í Saga Petroleum Føroyar, Terje Hagevang. Tað verður so starvsfelagi hansara, Geir Atle Rishovd frá Florø, sum fer at verða dagligur leiðari á skrivstovuni. Hann hevur annars arbeitt hjá Saga í Florø. Nú skal hann so vera fastbúgvandi í Føroyum. Pauli Einarsson verður føroyski stjórin í Saga Føroyar og verður tað serstakliga hann, sum skal standa á odda fyri samskiftinum við føroyskar myndugleikar, stovnar og vinnulív. Pauli Einarsson er útbúgvin maskinmeistari og hevur seinastu árini tikist við oljumál av ymsum slag. Hann hevur siglt við seismikkskipum, hann var við til at seta á stovn arbeiðsávísing á ALS við serligum atliti til sjófólk í oljuvinnuni og hann hevur so eisini verið formaður í Føroya Oljuídnað. Nú hann hevur tikið við tí nýggja starvinum fer hann at taka seg úr nevndini í Føroya Oljuídnað. Geir Atle Rishovd er fegin um at sleppa at royna seg í Føroyum. -Eg eri ótrúliga glaður um at hava fingið hesa uppgávuna og eg vóni, at vit kunnu fáa ein góðan dialog við bæði myndugleikar og vinnulív sigur hann. Sum ein av sínum fyrstu uppgávum fer hann saman við Paula Einarsson at vitja ymisk virki kring landið. Hetta er partur av tí herferð, sum Saga herfyri lýsti við í bløðunum, har felagið beyð sær til at hjálpa føroyskum vinnuvirkjum við at gera búgva tey út til at vera við í eini komandi oljuvinnu. Eg haldi hetta er ein týðandi uppgáva, og her kunnu føroyingar uttan iva læra nógv av norsku royndunum. Saga Petroleum er annars við í fleiri tiltøkum í Føroyum, eitt nú GEM-verkætlanini, sum snýr seg um at kortleggja umhvørvið. -Eisini á hesum økinum fer tað at vera ein fyrimunur fyri okkum at vera á staðnum sigur Geir Atle Rishovd. Terje Hagevang, sum hesi seinastu árini, hevur staðið á odda fyri virkseminum hjá Saga á Atlantsmótinum og her eisini Føroyum heldur stórar møguleikar liggja við Føroyar. -Vit vóru ikki her, um vit ikki hildu her vóru góðir møguleikar at finna olju og gass. Skrivstovan í Havn skal so vera karmurin um komandi menningina í hesum økinum. Hann er sjálvandi eisini fegin um, at Saga er fyrsta oljufelagið, sum ger av at lata upp skrivstovu her í sambandi við komandi útbjóðing. Eg haldi tað hevur stóran týdning, at oljufeløgini vísa flaggið her á staðnum, tí á henda hátt kunnu vit best samvinna við føroyingar. Tað er eisini ein máti at avmystifisera oljuvinnuna, sum millum mong verður hildin at verða ein fullkomiliga fremmand verð. Pauli Einarsson heldur nýggju uppgávuna verða bæði spennandi og avbjóðandi. Nú hann hevur verið við til at hjálpa øðrum í gongd heldur hann tað vera rætt at taka sær av eini ávísari arbeiðsuppgávu, har eisini hann sjálvur sleppur at menna seg. Hóast er havi verið nógv uppí oljuvinnuni, so fái eg nústaðni møguleikan til at fara til botns og skaffa mær vitan og royndir, sum so aftur kunnu koma bæði Saga men ikki minst Føroyum væl við. Pauli Einarsson heldur tað er sera týdningarmikið, at útlendsk oljufeløg royna at fáa føroyska vinnu við í menningina og sær hann hetta sum eina av sínum fremstu uppgávum. Keypti Santa Fe Saga Petroleum telist ikki millum heimsins størstu oljufeløg. Meðan onnur feløg eisini taka sær av sølu til vanliga brúkaran, so arbeiðir Saga bara við at leita eftir olju og gassi og at fáa hesi til høldar. Í fjør keypti Saga oljufelagið Santa Fe fyri fleiri millardir kr. Felagið er givið við virksemi sínum í Indonesia og er farið at vísa Atlantsmótinum stóran ans. Hóast talan er um stór dýpi, sum seta krøv til stórar íløgur, so heldur Terje Hagevang, at teir eru væl fyri í so máta. Teir skulu til at bora á 1400 metrum í miðnoregi og á 3000 metrum við Rock All. Tá hugsað verður um, at mesta dýpið við Føroyar er kanska 1500 metrar, so er hetta ein avbjóðing, sum Saga er ført fyri at møta. Hvat viðvíkur fíggjarligu støðuni hjá felagnum, so hevur tað havt okkurt bakkastið í 97 orsakað gongdini á gjaldoyramarknaðinum, men hjá Saga eru teir bjartskygdir og halda, at framtíðin sær ikki so døpur út kortini, eisini hóast tað at oljuprísirnir í løtuni eru lágir. Vit arbeiða sjálvandi við langtíðarætlanum, og er oljuprísurin lágur í løtuni, merkir tað ikki, at hann framhaldandi fer at halda seg so lágt sigur Terje Hagevang. Uppá fyrispurning um ikki ein so lágur oljuprísur ger tað ólønandi at leita eftir olju við Føroyar sigur hann, at tað veldst um so nógv viðurskifti. Hann váttar tó, at nærkast prísurin teimum 12 dollarunum fyri tunnuna, so verður leiting í heila tikið lítið lønandi. Saga Petroleum stendur annars til at gera risastórar íløgur í Snorre feltið. Talan er um 11 milliardir kr. komandi árini í útbygging av Snorre 2. Saga er enn ikki partur av nøkrum oljusamtaki. Arbeitt verður saman við feløgum, men talan er ikki um nakað ávíst samtak. So skjótt vit fara at søkja um loyvi at bora fara vit at vera saman við øðrum oljufeløgum, tí her er talan um stórar íløgur og risiko sigur Terje Hagevang. Hann vónar annars, at tað verður ein útbjóðing í hesum árinum. Hvat oljulógini viðvíkur heldur hann, at tað ger hvørki frá ella til fyri oljufeløgini, um føroyingar vilja hava við í lógina, at allar vørur og tænastur skulu yvir føroyskan keikant. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Tim Severin skal halda fyrilestur Kendi bretski kanningarfararin, Tim Severin, kemur til Føroya um vikuskifti. Hann skal halda fyrilestur um seinastu kanningarferðirnar, millum annað The Spice Island Voyage og China Voyage Í 1976 kom ein skinnbátur við navninum Brendan til Føroya, og skiparin á hesum báti var bretin Tim Severin. Endamálið við teirri ferðini var at prógva at siglt var um Atlantshavið, áðrenn víkingarnir gjørdu tað við sínum skipum. Fólk vóru, sum verða man, forvitin eftir at síggja hetta forkunnuga far, men ein føroyingur var hepnari enn tey flestu. Hann slapp at verða við á túrinum. Tað var Tróndur Patursson, listamálari. Gott samstarv Tróndur var ikki bara við sum sjómaður, men eisini sum teknari, ella illustratør, sum tað eitur. Tað er nevniliga so, at tá ið Tim Severin hevur gjørt eina kanningarferð, so skrivar hann eina bók um túrin, og tað er til bøkurnar, tekningarnar hjá Tróndi skulu brúkast. Væl man liggja fyri at skriva hjá Severin. Onkrar av bókunum eru vorðnar bestseljarar, teirra millum er bókin um túrin við Brendan. Tim Severin hevur tilsamans skrivað 13 bøkur. Samstarvið millum Severin og Patursson man hava verið gott, tí síðani ta ferðina hevur Tróndur verið við á fleiri kanningarferðum. Millum annað á teimum báðum seinastu ferðunum, The China Voyage og The Spice Island Voyage. Til Føroya at halda fyrilestur Tim Severin hevur ikki verið í Føroyum síðani 1976, men nú kemur hann aftur. Hann kemur til Føroya at halda fyrilestur um teir báðar seinastu túrarnar. Tað er Norðurlandahúsið sum hevur fingið túrin í lag við góðum stuðli frá Amerada Hess. Peter Turtschaninoff, stjóri í Norðurlandahúsinum sigur, at hann er ikki sørt stoltur av hesi forkunnugu vitjan. Tim Severin er ein av teimum síðstu ekspeditiónsleiðarunum sum eru eftir, og hann er sera høgt í metum í útlandinum. Eitt nú er hann limur í bretska felagsskapinum, Royal Geographic Society, og tað sigur ikki so lítið. Tað er nevniliga so sera torført at gerast limur har. Peter Turtschaninoff heldur fyri, at tað eisini hevur týdning fyri skipasøguna, at Severin ger tílíkar ferðir. Skipini verða gjørd til endamálið, so sigast kann, at tað er eitt slag av >>Naval history<< hann ger. Gjørt nógvar ferðir Tim Severin hevur verið sera virkin á hesum øki. Hann er útbúgvin søgufrøðingur við skipum sum sergrein, men sum Tróndur Patursson tekur til: Severin heldur ikki, at hann kann sita á landi og granska skip. Hann vil heldur liggja í einum soviposa og merkja, hvussu tað uppførir seg. Fyrsti túrurin Tim Severin gjørdi var eftir leiðini hjá Marco Polo. Eisini hevur hann gjørt ein túr oman eftir Missisippi ánni í Ameriku, og tá gjørdi hann ikki mætari, enn at hann tók ommu sína við. Omman var tá 84 ára gomul - sig so tað. Tað er sjálvsagt dýrt at gera tílíkar ferðir, men higartil hevur verið møguligt at útvegað fígging. Hinvegin tykist tað truplari hesaferð. Túrurin til Fjar eystur at stinga hval er eitt sindur viðkvamur, og tað kann verða orsøkin til, at tað ikki er so lætt at fáa fígging til henda túrin. Tróndur Patursson heldur, at henda ferðin fyri hann óivað verður tann besta ferðin. Eg havi altíð havt so øgiliga stóran áhuga fyri havinum og fingið inspiratión haðani. Tey sum hava sæð framsýning hansara við glasmálningum geva honum uttan iva rætt í tí. Tim Severin kemur ikki einsamallur til Føroya. Við sær hevur hann tveir mans, Leonard Sheil og Joe Beynon, sum báðir eru listamenn. Teir hava eisini verið við á fleiri kanningarferðum. Við sær til Føroya hava teir eina framsýning við myndum og málningum sum gjørdar eru á túrinum The Spice Island Voyage. Stuðul frá Amerada Hess Norðurlandahúsið hevur sum nevnt fingið stuðul til tiltakið frá Amerada Hess. Jóhan Mortensen, umboðsmaður sigur, at tað hevur stóran týdning at kenna sín uppruna. Samfelagið fer at broytast so øgiligt, tá oljan kemur, og tí halda vit tað rætt at stuðla tílíkum tiltøkum sum greiðir okkum frá okkara uppruna. Tað ger hann við sínum ferðum. Fyrilesturin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fimta Ozon er nú komið Næmingar á Miðnámsskúlanum í Suðuroy hava staðið fyri føroyska partinum av blaðnum hesaferð. Ozon kemur út tær ferðir árliga og samskifta ungdómar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi um internetið Ozon kallast norðurlendska ungdómsblaðið. Hetta er eitt blað, sum verður framleitt av ungdómi til ungdóm í Norðurlondum. Samstarvið, sum fevnir um samskifti innan kunningartøkni, verður fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum og norðurlendsku stovnunum í útnorði, og blaðið er ókeypis. Blaðið kemur út tvær ferðir um árið, og málið er danskt. Hetta eintakið av Ozon er tað fimta í røðini, og hevur tað verið Rani Nolsøe, sum hevur verð projektleiðari. Hann er nú farin í annað starv í Klaksvík, og hevur Laufey Haraldson nú tikið við sum projektleiðari. Tað eru næmingarnir á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, sum hesaferð hava staðið fyri føroysku framleiðsluni av blaðnum, sum er gjørt á mediaverkstðnum í Norðurlandahúsinum. Har eru fimm teldur og øll nútímans útgerð innan kunningartøkni til taks, og verður samskift við ungdómar í Íslandi og Grønlandi um internetið. Superdekk til Landsverksfrøðingin Super-Dekk í Havn seldi nú um dagarnar trý super dekk til super stóra gravimaskinu hjá Landsverkfrøðinginum Heri á Rógvi Olsen er 183 cm langur, men superdekkið frá Super-Dekk er munin størri Tað er ikki á hvørjum degi, at Super-Dekk fær slíkan ordra. Hesi dekkini eru 207 cm høg, 97 cm breið og tey viga 1189 kg hvørt. Eitt tílikt dekk kann lasta 21,2 tons og tað kostar umleið 60.000 krónur. At skøða slíka gravkúgv kostar sostatt út við fjórðingsmillión. Fríðrik Bláhamar, stjóri á Super-Dekk í Havn sigur, at tað eru átta ár síðani, at fyritøkan seinast seldi eitt dekk í hesi dimensión. Landsverkfrøðingurin stóð og manglaði eitt tílíkt dekk, men av tí at bíleggingartíðin er long, valdu teir at keypa eitt heilt sett til eina aðra gravkúgv, og tískil vantar Fríðrik Bláhamar næstu tvey dekkini av hesum slag seinni í mánaðinum. Manni Høgnesen Hýruvognar í Klaksvík í 1950/60 árunum Í 1961 í januar byrjaði nýggj bilstøð undir navninum >>Bilstøðin<< at koyra hýrukoyring og vørukoyring. Støðin byrjaði í kjallaranum hjá Markus Kunoy beint oman fyri Christianskirkjuna Hendan myndin er frá 1965 á Kráargøtu hjá Gunnleig. Hesir tríggir bilarnir eru allir Vauxhall Victor. Frá vinstru: Fø 7534, eigari Steinmund, bláur. Fø 7525 eigari A. Johannesen, reyður. Fø 7528 eigari Gunnleig Poulsen, grønur Stovnaðar av hesi støð vóru bilførarar, sum høvdu havt tilknýti til Bilstøðina Auto hjá Hjørleif. Hesar vildu sleppa at standa á egnum beinum og vóru hesir: Hans Andreas Hohannesen, hann fekk sær ein nýggjan Ford Zociac, sum var reyður og hvítur, Fø 1283, hesin varð eisinin nýttur til skúlakoyring. Volmar Johannesen fekk sær ein brúktan Ford Zodiac, Fø 933, hesin var brúnligur og hvítur, seinni fekk hann sær ein gráan Ford Taunus, Fø 1357. Gunnleig Poulsen fekk sær ein ford Zodiac, Før 1262, hesin var hvítur og grønur, bleiv seinni reyður,. Hetta vóru allir bilar við stórum motori, høvdu seks sylindarar. Arni Berg, sum sjálvur hevði koyrt hýrukoyring, fekk sær ein stóran amerikanskan luxuslinara, sin Ford Fairelane. Hesin var umleið 5,10 metrar langur og 1,9 metrar breiður, grønur og hvítur. Nummarið var Fø 1161. Hesin varð seinni lakeraður svartur. Steinbjørn Jacobsen fekk sær ein Ford Thames, Fø 1131 vøruvogn, men árið eftir keypti hann ein brúktan Mercedes 180 persónbil frá Møller Jensen, heilsølumanni og fór at koyra hýrukoyring. Jørgen (Øgge>) Johannesen fekk sær ein Ford Thames Fø 1130 vøruvogn. Seinni komu aðrir uppí at koyra. Millumhesar kunnu nevnast Hans Jákup Mikkelsen, Holgar Viðbjørg, Olaf Joensen, Jákup Petersen, Steinmund Klakkstein, Hjalmar Gregersen, Sigfríður Hansen, Ovi Olsen, Erlig Guðjónsson, Amund Poulsen, Andreas Johannesen, Ísak Poulsen. Støðin flutti seinni yvir til Gunnleig Poulsen, til Eiler bakaran til hon seinni endaði uppi á Hædd. Bilst.ðin hevði telfonnummarið 5225 og koyrdi persón-, skúla-, vøru-, og rutukoyring norður um fjall. Niclas Johannesen Rós og rís til bjargingarroynd á flogvøllinum Bjargingarroyndin SUDRA 97, sum var í fjørsummar á Leitisvatni, eydnaðist sum heild væl, sigur arbeiðsbólkurin, ið hevur gjørt eftirmetingar. Fleiri atfinningar eru tó eisini at finna í frágreiðingini. Ein av størstu atfinningum er, at 58 minuttir gingu frá tí løtu, alarmsentralurin 000 fekk boðini um fiktivu tyrluvanlukkuna á Leitisvatni, inntil sløkkiliðini í ávíkavist Sørvági og Miðvági-Sandavági fingu boðini. Funnist verður eisini at 000 fyri at lata 19 minuttir ganga, áðrenn vagtsentralurin á landssjúkrahúsinum fekk boðini um vanlukkuna. Sama er galdandi í sambandi við, at 27 minuttir gingu, áðrenn sjúkrabilurin í Vágum veruliga fekk boð um vanlukkuna. Hetta er óheppið, verður sagt í frágreiðingini. Í lagi Tað eru teir tríggir Jóannes Ortind, umsjónarmaður á flogvøllinum, Jógvan Jensen, sjúkrabilleiðari, og Jón Klein Olsen, varaløgreglukommiserur, sum hava gjørt frágreiðingina. Og hóast atfinningar, er niðurstøðan í høvuðsheitum positiv. Tey, sum vóru við í bjargingarroyndini loystu sum heild ymsu uppgávunar væl undir teimum umstøðum sum vóru galdandi, sigur arbeiðsbólkurin. Tað eru tó fyrst og fremst atfinningarnar, sum skulu gera tilbúgvingina til flogvanlukkur upp aftur betri. Ikki í lagi At tað skal ganga skjótari at fáa løstað fólk úr vatninum, verður ikki dult fyri. Tað gekk ikki nóg skjótt at bjarga fólk umborð á gummibátin. 12 minuttir gingu, inntil tann fyrsti varð bjargaður, og 27 minuttir vóru farnir, tá síðsta fólkið bleiv hálað innanborðs. Aftaná gjøgnumgongdina av venjingini og niðurstøðuna skal arbeiðsbólkurin nú koma við ymsum tilmælum. Arbeiðsætlan skal gerast saman við teimum stovnum og fólkum, sum eru tengd at bjargingararbeiðnum við flogvøllin. Føroyskir tónleikarar á konsertferð Øssur Bæk, violin, og Jóhannes Andreasen, klaver, fara í februar mánað á konsertferð í Føroyum, Íslandi og í Danmark. Tilsamans halda teir seks konsertir á ferðini. Konsertirnar í Føroyum verða í Trongisvágs skúla tann 13. februar, í Runavíkar skúla tann 14. febr. og í Norðurlandahúsinum tann 15. febr. Síðan verður farið til Íslands, har tann fyrra konsertin verður á Tónlistaskúlanum í Keflavík 17. febr. Seinna konsertin í Íslandi verður 18. febr. í Norrænahúsinum í Reykjavík. Seinasta konsertin á ferðini verður í Rundatornið í Keypmannahavn tann 21. febr. Á skránni verða 2 sonatur eftir W. A. Mozart og J. Brahms. Divertimento eftir Stravinsky og at enda tað flotta Caprice opus 24 eftir Saraste. Tað er konsertfelagið, sum saman við tónleikarunum, Norðurlandahúsinum og Kunningarstovuni í Havn sum skipa fyri. Tiltøk Samkoman Immanuel Fríggjakvøldið kl. 20: Kongsins Herlið. 8 ár og eldri eru vælkomin. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli. Einar Joensen talar. Biðið verður fyri sjúkum á møtunum. Morgunbøn mánadag til fríggjadag frá kl. 06.45. Øll eru vælkomin. KFUM & KFUK Almennur ytrimissiónsfundur verður í KFUK 5. febr. kl. 19.30 v/ Sólbjørg M. Símunarson. Fríggjakvøldið 6. febr. verður opið hús í KFUM. Børn undir 13 ár kl. 19-21. Ung yvir 13 ár kl. 19-01. Eldrasamkoma verður mánadagin 9. febr. kl. 15 í KFUK v/ Freydis Poulsen, fyrrv. lærarinnu. Evni: Frásagnir úr Norðoyggjum. Øll eru vælkomin til okkara tiltøk og fundir. Frelsunarherurin, Tórshavn Hóskvøldið kl. 20: Heimaforbundið, allar kvinnur kunnu vera við. Fríggjakvøldið kl. 20: Ungdómsklubbur. Konfirmatiónin í Nes prestagjaldi verður 19. apríl í Glyvra kirkju. Konfirmantarnir møta í Fríðrikskirkjuni mánadagin 16. febr. kl. 8. Keldan í Skálabotni Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús v/ Leif Høj. Sunnudagin kl. 17: Møti v/ talu, sangi og vitnisburði. Sunnudagin kl. 17: Barnamøti. Toftir Fríggjakvøldið kl. 20 hevur Heri Joensen fyrilestur í Fríðrikskirkjuni um evnið Íslendskt kirkjulív við atliti til starvsfólk. Rituvík Sunnukvøldið kl. 18 hevur Heri Tróndheim fyrilestur um evnið Heilaga samfelagið í Missiónshúsinum í Rituvík. Missiónshúsið í Sumba Í kvøld kl. 20 tala Jacob Midjord og Jóannes Mortensen. Fríggjakvøldið kl. 20 tala Kaj Eyvindsson og Hilmar Bech. Leygarkvøldið kl. 20 tala Andreas Andreasen og Hjartvard Thomsen. Sunnukvøldið kl. 18 tala Jens Vestergaard og Árni Kjærbæk. Sunnukvøldið verður innsavnan til húsið. Hjartaliga vælkomin! Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Losjan í Havn Fríggjadagin kl. 15 hittast tilkomin og eldri til hugna. Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sending in frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld. Fríggjadagin 6. februar: Kafékvøld frá kl 21-24. Fernisering kl. 15-17: Gundur F. Mikkelsen, 22 ár, reportagu- og listfotografur úr Vestmanna, opnar framsýning. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skipar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Lennart Johansson hevur sterkar menn aftan fyri seg Fótbóltur: Lennart Johansson, sum roynir at gerast UEFA-forseti, hevur sterkar fótbóltsmenn í sínum parti At sviin Lennart Johansson ætlar sær at gerast forseti í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA, nú forsetin seinastu 24 árini, Joao Havelange, fer at leggja frá sær, er eingin loyna. Nýggjasti liðurin í valstríðnum hjá Johansson er ein faldari, sum er sendur út til fjølmiðlar um alt Europa. Í hesum faldaranum, sum svenska fótbóltssambandið gevur út, stendur millum annað, at Lennart Johansson er til reiðar at føra FIFA inn í nýggja túsindárið. Hann ger greitt, hvørjar ætlanir hann hevur fyri fótbóltin í framtíðini og sigur m.a., at >>heimsfótbóltur er eitt samfelag. Av hesi orsøk noyðist FIFA at styrkja enn meira um sítt demokratiska stýrislag. Fyri at styrkja demokratiska andan og fyri at skapa rættvís og javnvigandi viðurskifti millum FIFA, fótbóltssamgongurnar í teimum ymsu heimspørtunum og fótbóltssambondini, noyðast vit at kjakast opið um ein endurskoðaðan bygnað og síðani seta hann í verk.<< Eingin ivi er um, at Lennart Johansson hevur ítøkiligar ætlanir fyri framtíðar fótbóltin, og hann setur tær upp í fimm punkt: 1. Fótbóltur á >>grasrótastøði<< - at styrkja fótbóltsrørsluna um allan heimin. 2. Fótbóltur á professionellum støði - at seta greiða kós út í kortið og hava eftirlit við menningini av fótbólti á hægsta stigi. 3. Fótbóltur á fyriskipandi støði - at taka umboð fyri øll fótbóltssambondini og fótbóltssamgongurnar í teimum ymsu heimspørtunum við í alt FIFA-virksemi. 4. FIFA og fótbóltssamgongurnar - at endurskoða leiklutin hjá fótbóltssamgongunum í teimum ymsu heimspørtunum mótvegis FIFA. 5. FIFA og fótbóltssambondini - at styrkja nationalu fótbóltssambondini politisk, peningaliga og bygnaðarliga. Stuðul frá Laudrup og Beckenbauer Fleiri kend andlit í fótbóltsheiminum siga eisini sína hugsan um, hví júst Lennart Johansson skal vera næsti FIFA-forseti. Eitt nú sigur Michael Laudrup: Lennart Johansson er ein veruligur fótbóltsmaður, ein maður sum lurtar eftir grasrótafólkunum, spælarunum, venjarunum og viðhaldsfólkunum. Hann er eins dámligur sum politikari og hann er sum menniskja. Og hann livir upp til slagorðið hjá FIFA: We Care About Football. Og Franz Beckenbauer, sum eina ferð sjálvur ætlaði at stilla upp, men sum seinni settist aftur, hevur eisini bert rósandi orð at bera Lennart Johansson: Undir leiðsluni hjá Lennart Johansson hevur vøksturin í europeiskum fótbólti verið størri enn nakrantíð. Við sínum sterka støðufesti hevur Lennart Johansson ført europeiska fótbóltin inn í eina ríka framtíð. Umframt Laudrup og Beckenbauer stuðla menn sum Sir Bobby Charlton, Pelé, Bobby Robson, Ingvar Carlsson, Juan Antonio Samaranch og Roberto Bettega eisini Lennart Johansson sum FIFA-forseta. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Íslendingar stóran áhuga fyri Una og Jens Martin Fótbóltur: Páll Guðlaugsson, sum er venjari hjá íslendska liðnum Leiftur, sigur, at áhugin fyri Jens Martin Knudsen og Una Arge er stórur í Íslandi Hann gjørdi fyrstu ferð vart við seg í føroyska ítróttarheiminum sum málmaður á GÍ-liðnum, ið vann føroyameistaraheitið í 1983. Seinni bleiv hann betur kendur sum venjarin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, sum millum annað vann 1-0 á Eysturríki í Landskrona tann 12. september 1990. Hann var eisini venjari hjá kvinnulandsliðnum, sum vann 1-0 í Wales. Tað er sjálvandi Páll Guðlaugsson, tosað verður um. Íslendski føroyingurin, ið sum venjari hevur fingið bestu altjóða úrslitini við bæði mans- og kvinnulandsliðnum. Nú er hann aftur í Íslandi, har hann er venjari hjá 1. deildarliðnum Leiftur. Sum sagt er hann best kendur sum landsliðsvenjari, men sjálvur sigur hann, at hetta er hansara størsta avbjóðing higartil sum venjari. Fyritreytirnar við at vera venjari her og at vera venjari hjá landsliðnum eru sera ymiskar, sigur hann og sipar m.a. til, at sum venjari hjá einum felag kanst tú fáa spælarar úr øllum pørtum av heiminum á sama lið. Og hetta er eisini sera nógv galdandi í júst Leiftur. Spælarahópurin til komandi kappingarár er samansettur av spælarum úr Íslandi, Danmark, Skotlandi og Nigeria. Og so rekast onkrir føroyingar eisini uppií. Tað eru teir báðir Jens Martin Knudsen úr GÍ og Uni Arge úr HB, sum hava gjørt sáttmála við Leiftur hetta kappingarárið. Jens Martin og Uni hava báðir verið her og kláraðu seg væl, sigur Páll. Teir vóru her ikki so nógv fyri at spæla, men meira fyri at síggja seg um í býnum og kunna seg við umstøðurnar. Landsliðsspælari úr Nigeria Millum hinar nýggju spælararnar hjá Leiftri er 24 ára gamli miðvallarleikarin Peter Ogaba úr Nigeria. Og hann er ikki hvør sum helst. Hann var við, tá U16-liðið hjá Nigeria var í HM-finaluni, og hann var eisini yngsti maður á nigerianska liðnum, sum var í U21-finaluni fyri nøkrum árum síðani. Sum 15 ára gamal varð hann seldur til Lokeren í Belgia og hevur síðani tá eisini spælt við týska liðnum Duisburg. Hann hevur spælt átta A-landsdystir fyri Nigeria. Danski John Nielsen, sum hevur røtur í Ikast, er eisini komin frá enska 1. deildarfelagnum Southend, og úr Skotlandi kemur 30 ára gamli Paul Kinnayrd. Hann hevur spælt við so navnframum liðum sum Aberdeen, Dundee, Motherwell og Ayr United. Harumframt eru nakrir ungir spælarar, sum júst nú eru komnir upp millum teir vaksnu. Og so eigur Leiftur eisini fleiri spælarar, sum eru leigaðir út til feløg í øðrum londum, meðan íslendska kappingin liggur still um veturin. Hópurin ikki saman fyrr enn 1. mai Ein trupulleiki, sum Páll Guðlaugsson hevur, er, at hann ikki fær savnað spælararnar rættiliga saman fyrr enn 1. mai, tá teir útleigaðu spælararnir koma heim aftur. Landskappingin byrjar 20. mai, so tað eru ikki nógvir dagar til at hava alt liðið savnað og fáa tað samanspælt, sigur Páll. Eitt slag av undankapping er í mars mánaði, men fyri Leiftur verður hetta ein eitt sindur løgin kapping, tí verri enn so allir spælararnir eru tøkir tá. Hetta fyribrigdið við at leiga spælarar út er rættiliga vanligt í Íslandi, og tað kemur bæði spælarunum og íslendskum fótbólti sum heild til góðar. Páll Guðlaugsson sigur, at tað sæst týðiliga, tá ein spælari hevur verið burtur ein vetur og spælt aðrastaðni. Men tað ger, at eg havi eina torføra arbeiðsuppgávu fram til 1. mai, tá allur hópurin verður tøkur, sigur hann. Páll hevur heldur ikki føroysku spælararnar 100 prosent tøkar fyrr enn miðskeiðis í mai. Jens Martin kann ikki koma fyrr enn um hálvan mai, og Uni er ikki liðugur á blaðmannaskúlanum fyrr enn 25. mai, sigur Páll. Eftirsum landskappingin byrjar 20. mai, missir Uni Arge fyrsta landskappingardystin, men Páll sigur, at ætlanir eru um at fáa hann til Íslands til tann dystin eisini. Stórur áhugi fyri Jens Martin og Una Páll Guðlaugsson sigur annars, at áhugin fyri Leiftri er stórur á Ólafsfirði, har felagið hoyrir heima. Ólafsfjörður liggur á norðurlandinum, nakað norðan fyri Akureyri, og har búgva bert nøkur fá túsund fólk. Hetta forðaði kortini ikki Leiftri í at enda á 3. plássi í íslendsku landskappingini í fjør, og tað gevur liðnum rætt til at luttaka í Intertoto Cup-kappingini. Áhugin fyri Jens Martin og Una er ótrúliga stórur, og tað hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum, at tveir føroyskir landsliðsspælarar eru komnir til Leiftur, sigur Páll Guðlaugsson. Tað er eingin ivi um, at áhugin fyri teimum báðum er størri enn áhugin fyri hinum nýggju spælarunum, sigur hann. Íslendingar hava eisini hug til at arga føroyingar eitt sindur, men so plagi eg at vísa á, at Føroyar hava klárað seg betur tey fyrstu tíggju árini í altjóða fótbólti, enn Ísland gjørdi, tá teir fóru uppí EM- og HM-kappingarnar. Væl fyri fíggjarliga Íslendskur fótbóltur hevur seinastu árini sligið sítt navn fast á fótbóltsheimskortið. Páll Guðlaugsson sigur, at bert seinasta ár fóru millum 40 og 50 íslendskir fótbóltsspælarar í onnur lond at spæla. Bert um jólini vóru tilsamans 57 íslendingar til royndarvenjing í ymsum feløgum runt um í Europa, sigur Páll. Íslendsku liðini hava sostatt mist nógvar spælarar síðani í fjør, og tað merkist eisini. Men meðan hini feløgini fáa sær aðrar íslendskar spælarar, hava Páll og Leiftur valt at fara út um landoddarnar eftir nýggjum spælarum. Páll heldur, at íslendsku spælararnir ofta krevja ov nógv fyri at spæla, og hann hevur brúkt fleiri av teimum góðu kontaktunum, hann hevur fingið eftir at hava vitjað fleiri kend europeisk fótbóltsfeløg, til at fáa góðar spælarar í hópin, sum telur 23 mans. Eisini peningaliga sæst tað aftur, at spælarar fara uttanlands at spæla. Páll sigur, at flestu spælararnir í Leiftri høvdu 2+1 ára sáttmálar, og at tað hevur givið væl í peningakassan at selt hesar spælararnar, áðrenn sáttmálarnir hjá teimum vóru úti. Leiftur stendur væl í tí fíggjarliga í mun til nógv onnur íslendsk feløg, eitt nú Fram, sum skyldar 37 milliónir íslendskar krónur. Leiftur skyldar einki, og tað kemst fyrst og fremst av søluni av spælarunum umframt inntøkunum av at leiga spælarar út um veturin. Felagið verður rikið professionelt av einum bankastjóra og hevur m.a. ein nýggjan grasvøll við hita og eina nýggja høll. So bæði støðið, umhvørvið og umstøðurnar eru sera góðar, eisini hjá føroyskum spælarum, sum koma hendavegin, sigur Páll Guðlaugsson. Niclas Johannesen Andsstøðan tvingar helst skotlandsleiðina aftur í tingið Formaðurin í javnaðarflokkinum Jóannes Eidesgaard og framsøgumaðurin hjá tjóðveldisflokkinum í málinum um Skotlandssiglina Signar á Brúnni meta, at neyðugt er aftur við eini politiskari viðgerð av Skotlandssiglingini Hóast bæði Jóannes Eidesgaard og Signar á Brúnni hvør í sínum lagi vísa á, at tað er landsstýrið og løgmaður, sum hava bóltin í málinum um Skotlandssiglingina, so er ikki óhugsandi, at tað verður andstøðan, sum aftur gevur málinum politiskt lív. Vit eiga at viðgera málið politiskt, sigur formaðurin í javnaðarflokkinum Jóannes Eidesgaard. Eg umhugsið at reisa málið aftur á tingi, sigur Signar á Brúnni, sum tó fyrst vil práta við restina av tjóðveldisflokkinum, áðrenn hann tekur nakað stig. Null stuðul til Skipafelagið Skipafelagið, sum í dag røkir farleiðina til Skotlands við leigaða skipinum Pasadena, skal tó ikki rokna við, at teir báðir størstu andstøðuflokkarnir hava ætlanir at veita fíggjarligan stuðul soleiðis, at Skipafelagið kann fáa rutuna at bera til. Jóannes Eidesgaard heldur ikki, tað er eitt gott hugskot uttan víðari at veita stuðul til eitt privat felag, tí grundgevingin fyri at niðurleggja rutuna hjá Strandferðsluni (SL) var, at Smyril gav umleið 2,4 milliónir í undirskoti, sum landskassin fíggjaði. Signar á Brúnni vísir á, at táverandi landsstýrismaðurin Sámal Petur í Grund lovaði tinginum, at nýggja privata farleiðin ikki skuldi gøðast við almennum peningi. Føroysk leið á íslendskar hendur Heldur Skipafelagið upp at við at sigla til Skotlands 1. apríl, so óttast Jóannes Eidesgaard tó ikki fyri, at sjálv rutan steðgar upp. eg eri vísur í, at sama daga føroyingar gevast, eru Eimskip klárir at sigla, sigur javnaðarformaðurin. Nøkulunda somu meting hevur Signar á Brúnni. Og báðir eru púrasta samdir um, at tað er óheppið, at ein leið, sum SL hevur brúkt milliónir at byggja upp, verður serverað fyri onki til útlendskar fyritøkur. - Og tá fara føroyingar ongantíð aftur at stýra rutuni, sigur Eidesgaard, sum í somu vending sigur seg virða íslendska dugnaskapin, sum Eimskip eisini vísir í Føroyum. Signar á Brúnni sær somu vandatekin. Eitt boð frá hansara síðu er, at finna føroyingar ikki út av tí sjálvir, so kundi landsstýrið um ikki annað farið í eitt samstarv við Eimskip, soleiðis at føroyingar ikki settu seg uttan fyri alla ávirkan. Samgongan samtykkir Atfinningarnar móti samgonguni í hesum máli eru báðir púra samdir um. Soleiðis atkvøddi tjóðveldisflokkurin fyri uppskotinum hjá javnaðarflokkinum um at eitt misálit móti fyrrverandi landsstýrismanninum Sámal Peturi í Grund, tá hann seldi Teistan í snarari vending í 1996. Vit løgdu misálitisuppskot fyri ting, júst fyri at vísa okkara ónógd við politikkin hjá sjálvsstýrisflokkinum innan samferðslupolitikkin. Og restin av samgonguni tekur jú eisini undir við hesum politikki, sigur Jóannes Eidesgaard. Sosialurin kundi týsdagin siga frá, at Skipafelagið eftir øllum at døma gevst við at sigla til Skotlands, tá leigusáttmálin við Pasadenu gongur út í apríl. Í blaðnum mikudagin rópti stjóri á Faroe Seafood Prime Hans Johannes á Brúgv varskó og segði, at tað verður ein vanlukka fyri føroyska útflutningsvinnu um farleiðin fer fyri bakka. Tað er løgmaður, sum í dag umsitur málið, aftan á at Sámal Petur í Grund fór frá. Men higartil hevur ikki eydnast at fáa viðmerking frá honum. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Ein sera løgin kanning Tann kritikkur sum verið hevur av bankakanningini kann nú væl hava við sær, at kanningarhátturin verður broyttur. Fleiri flokkar í Fólkatinginum krevja nú beinleiðis, at avhoyringarnar verða almennar og støða verður tikin til mistøk og vansketni Tað sær út til, at tann føroyska bankakanningin fær avleiðingar í Danmark. Ikki fyri ráðharrar ella embætismenn, men fyri hvussu tílíkar kanningar skulu skipast í framtíðini. Tá Tamila-málið var frammi fyri nøkrum árum síðani, stóðst stórt orðaskifti á Fólkatingið um hvussu tílíkar kanningar skulu skipast. Kanningin um Tamila-málið varð skipað sum ein dómarakanning undir leiðslu av Mogens Hornslet, hægstarættardómara. Mogens Hornslet legði ikki fingrarnar ímillum í sínari niðurstøðu og tað var beinleiðis orsøkin til, at stjórnin hjá Schlüter legði frá sær, og Nyrup tók við sum forsætisráðharri. Fyri fleiri politikarar hevði henda kanning eisini stórar fylgjur. Grethe Fenger Møller varð í rættinum dømd fyri at hava logið fyri kanningarleiðaranum um sín leiklut, varð dømd og hvarv síðani av politiska pallinum. Britta Schall Holberg fekk eisini trupulleikar av sínum leikluti, og tí fór hon eisini úr politikki. Aðrir politikarar høvdu aðrar trupulleikar at dragast við. Viggo Fischer verður framhaldandi mintur á kanningina við setninginum >>Det husker jeg ikke<<. Hetta var hansara fasta svar til allar spurningarnar frá Hornslet dómara. Heldur ikki hann situr í Fólkatinginum meir. Men tann sum fekk størstar trupulleikar, var Erik Ninn-Hansen, løgmálaráðharra. Hann varð stevndur inn fyri Ríkisrættin, og tað er óvanliga sjáldan, at tað hendur í Danmark. Eisini embætismenn fingu koyrilin at smakka. Onkrir teirra vórðu fluttir í annað starv, meðan aðrir fingu ávaringar. Ynsktu annan kanningarhátt Í orðaskiftinum aftaná Tamila-kanningina kom greitt fram, at Vinstri-flokkurin og Konservativi flokkurin ynsktu annan kanningarhátt. Teir søgdu alla tíðina, at tað var skeivt at stevna Ninn-Hansen fyri Ríkisrættin og hildu ikki, at tað í framtíðini skuldi verða møguligt at koma til slíkar niðurstøður. Hetta varð eisini beinleiðis orsøkin til, at Konservativi flokkurin vildi hava eina kanningarnevnd mannað við serfrøðingum, heldur enn eina dómarakanning. Politikararnir vildu ikki hava, at ein dómari skuldi seta teir uppá pláss ella geva teimum ákoyringar. Tí skuldu teir nokk taka sær av sjálvir. Fyri at fáa kvalifiseraða hjálp á økinum setti Fólkatingið eina nevnd at arbeiða við einum uppskotið til hvussu slíkar kanningar skulu skipast í framtíðini. Nordskov-Nielsen nevndin hevur nú sitið í fleiri ár, men enn er onki útspæl komið haðani. Tað skilst tó á øllum brøgdum, at tað ikki fer at taka so langa tíð afturat áðrenn nevndin leggur fram uppskot sítt. Harður dystur Tí leikaði tað hart á millum londini bæði, tá ið eitt samt føroyskt løgting kravdi at danska stjórnin setti eina dómarakanning fyri at kanna hvat var farið fram í bankamálinum. Danska stjórnin setti hælarnar í bakkan og vildi ikki geva seg. Úrslitið kenna vit. Bankamálið varð kannað av eini serfrøðinganevnd, sum skuldi greiða frá hvat fram var farið, men annars onki meira. Hetta rákið tykist nú at venda enn einaferð. Og so løgið tað ljóðar, so sær út til, at Fólkatingið er á veg aftur til útgangsstøði, nevniliga til dómarakanningarnar. Millum annað er orsøkin tann, at í teimum kanningunum verður støða tikin til mistøk og vansketni. Bjørn Elmquist, formaður í rættarnevndini hjá Fólkatinginum sigur, at tað ikki er rætt, at Fólkatingið bert hevur ein kanningarhátt. Mín meting er, at Fólkatingið frá málið til mál skal meta um hvør kanningarháttur skal brúkast. Mál við nógvari politiskari íblanding skulu viðgerast fyri opnum hurðum, meðan mál, har embætismenninir eru íblandaðir skulu viðgerast fyri afturlatnum hurðum. Somuleiðis skulu krøvini til vitniábyrgd verða ymisk sigur hann. Fyri afturlatnum hurðum við vitniábyrgd, og fyri almenninginum undir øðrum treytum. Tað hevur týdning, at almenningurin kann hava álit á frágreiðingunum og niðurstøðunum. Bjørn Elmquist heldur tó ikki, at tað er neyðugt, at tað er ein hægstarættardómari sum stendur fyri kanningini. Eg rokni við at tað er betri um tað er ein landsrættardómari stendur fyri kanningini. Óansæð hvat hendir, so eru tað Fólkatingið og stjórnin sum skulu taka avleiðingarnar av niðurstøðunum í einari kanning. Framsøgumaðurin í rættarmálum hjá Vinstra-flokkinum, Birthe Rønn Hornbech, er samd við Bjørn Elmquist. Vit vóru væl greið yvir, at frágreiðingin í Føroya Banka-málinum onki fór at siga um ráðharraábyrgd, tí tað hevði hon ikki fingið heimild til. Men vit mugu so samstundis viðganga, at tað er trupult at brúka frágreiðingina til nakað, uttan at gera eitt eyka kanningararbeiðið. Bjørn Elmquist gleðist yvir, at Vinstri-flokkurin hevur broytt hugsan: Men eg havi enn ikki hoyrt teir siga, at Tamila-málið fekk ein rættan enda, og at tað var rætt at stevna Ninn-Hansen fyri Ríkisrættin. Eisini Konservativi flokkurin er við at broyta hugsan. Framsøgumaðurin hjá teimum í hesum máli, Hans Engell, sigur: Eg má viðganga, at úrslitið av Føroya Banka-málinum hevur verið so vánaligt, at vit mugu taka støðu til, um vit í framtíðini skulu hava tað við í slíkar kanningar, at tær skulu meta um vansketni og mistøk. Hann er tó ikki bangin fyri at Fólkatingið endar aftur í sama sporið sum áðrenn Tamila-málið. Um kanningararbeiðið hjá Nordskov-Nielsen endar við, at vit enda aftur har vit vóru, ja so er tað tragikomiskt, sigur Hans Engell, og leggur afturat: Og tað rokni eg við, at Fólkatingið kemur at angra. Kanning uttan niðurstøður Sum sagt, varð Tamila-kanningin orsøkin til, at Fólkatingið kravdi broytingar í kanningarháttinum. Tað sum fyri føroyingar var so óheppið var, at tá kravið um kanning kom úr Føroyum, vóru ongar rætningslinjur gjørdar. Tí varð kanningin skrúvað saman so at hon passaði teimum konservativu best. Fyri afturlatnum hurðum, uttan dómara og uttan meting av mistøkum og vansketni. Um føroyingar vóru nøgdir við tað teir fingu, hevði eftir øllum at døma ongan týdning. Vit standa eftir við eini kanning, sum danskir politikarar ikki kunnu brúka, tí teir skulu gera fleiri kanningar fyri at kenna tað veruliga úrslitið. Og vit standa eisini eftir við einari kanning sum onki sigur um ábyrgdina hjá Den Danske Bank, ella um møguliga endurgjaldsskyldu. Og vit standa eftir við eini kenslu av, at danskir embætismenn hava snýtt okkum soleiðis, at vatnið rennur av okkum Men tað hjálpir onki, tí kanningarnevndin hevur onki sagt um tað. Tað skuldi hon heldur ikki, tað var ongantíð ætlanin. Ein løgin kanning, sum var nógv betri fyri tey sum settu gongd á bankamálið, enn hon var fyri tey sum vórðu rakt av tí. Ein sera løgin kanning. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Kanningarnevnd við avmarkaðari heimild Áhugin í Fólkatinginum fyri at broyta kanningarhættirnar lýsir trupulleikarnar Grønborg-nevndin hevði, tá hon fór undir arbeiði sítt. Arbeiðsøki hjá nevndini var sera avmarkað. Tá ið Fólkatingið á sinni eftir drúgt orðaskifti setti Grønborg nevndina at kanna bankamálið, fekk nevndin ein fastan setning at arbeiða eftir. Arbeiðssetningurin var sera avmarkað, og tað hevur gjørt tað trupult hjá kanningarnevndini at fáa greiðu á øllum leiklutum í málinum. Kanningin skuldi ikki umfata orsøkina til bankakreppuna, men bara bankabjargingina, og serliga umstøðurnar í sambandi við partabrævabýtið. Men nevndin skuldi ikki meta um hvønn týdning lógargrundarlagið hevði fyri málinum. Børsen setti í gjár spurnartekin við virðið av kanningini. Sambært blaðnum hava eygleiðararnir givið fleiri dømi um manglar við kanningini. Millum annað er ikki greitt, hvørja vitan Nyrup fekk um kapitaltørvin, tá hann í januar tók við eftir Schlüter. Nevndin hevur heldur onki fingið at vita um, hví Nyrup ikki greiddi Maritu Petersen frá støðuni, hóast embætismenninir bóðu hann gera tað. Kanningarnevndin viðger nágreiniliga um talan var um eitt handilsligt ella politiskt býti, og ger greitt, at hon heldur talan vera um handilsligt býti, men fær tó ikki staðfest, hvat teir ymsu luttakararnir halda um tann spurningin. Kanningarnevndin fer ikki í dýpdina við spurninginum um Hafnia/Baltica og Føroya Banka. Kanningarnevndin ger onki við >>kompetansuna<< hjá Fíggjarmálaráðharranum mótvegis fíggjarnevndini, Fíggjareftirlitinum, sum ikki er hansara umráði, og Tjóðbankanum. Tað verður heldur ikki viðgjørt, hvat er farið fram millum teir ymsu fundirnar. Upplýsingar eru strikaðir av skjølum uttan frágreiðing, men tað ger nevndin heldur onki við. Kanningarnevndin greiðir frá at danskir embætismenn við bankakreppuni sum jarnbrot vildu kroysta føroyingar at loysa búskaparkreppuna, men tekur ikki støðu til, um teir arbeiddu aktivt fyri, ella góðtóku, at føroyingar stóðu eftir við allari ábyrgd fyri bankakreppuni. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Løgfrøðiliga metingin av bankamálinum liðug í næstu viku Umboð fyri politsku flokkarnar fundaðust allan týsdagin. Løgmaður bjóðaði fyrrapartin einum umboði fyri hvønn flokkin á fund við arbeiðsbólkin, sum skal gera løgfrøðiliga niðurstøðu um bankafrágreiðingina Tað er ógjørligt at fáa at vita, hvat politisku flokkarnir, løgmaður og arbeiðsbólkurin komu til á fundinum. Úteftir er lok lagt á málið, til endalig, politisk støða verðr tikin til, hvat føroyingar vilja gera við bankakanningina. Rúni Joensen, løgmansfulltrúi, sigur, at fyribils er bert tað gjørt, sum bankalógin ásetur. Tað er at gera rættarliga meting av støðuni. Týsdagin fingu umboð fyri politisku flokkarnir ávegis frágreiðing um støðuna frá arbeiðsbólkinum, sigur Rúni Joensen Tá bólkurin er liðugur við arbeiðið, verður málið handað Landsstýrinum, sum so - saman við teimum sjey limunum í arbeiðsbólkinum, gera eina niðurstøðu. Rúni Joensen sigur, at væntandi verður løgfrøðiliga kanningin liðug miðskeiðis í næstu viku. Tá hetta er av, skulu Landsstýrið og tingið taka støðu til, hvat víðari skal henda í málinum. 22. mars 1998 eru fimm ár liðin síðani partabrævaumbýtið fór fram. Hetta er samstundis firningarfreistin fyri at farast kann víðari við málinum. Marita Petersen er limur í uttanlandsnevndini. Spurd, um vandi ikki er fyri, at ov long tíð gongur, áðrenn danir frætta frá føroyingum, sigur hon, at tað er rættast at vit geva okkum stundir, so øll sjónarmið koma fram. Tað er umráðandi at vit ikki fara niður við málinum í hálvum gekki. Vit skulu arbeiða fyri at fáa eitt føroyskt felags kvalifiserað útspæl, sigur Marita Petersen, sum samstundis viðgongur, at vandi er fyri, at tíðin gongur, og nú danir tykjast at hava lagt lok á málið. Higartil hava vit latið okkum trýsta til at taka støðu eftir einari nátt. Nú hevur tað týdning, at vit gera arbeiðið til lítar, og koma til felags niðurstøðu, saman við serfrøðingunum,sigur Marita Petersen. Áki Bertholdsen Vit mugu sjálvir broyta viðurskiftini ­ áðrenn danir krevja tað av okkum Jákup Joensen royndi at sannføra um, at tað er óneyðugt at broyta heimastýrislógina. Heini O. Heinesen talaði fyri loysingini og Jóannes Eidesgaard helt, at báðir stungu høvdið í sandin. Og Óli Breckmann, ja, hann sparkar enn eftir teimum "hvíttkitlaðu^3 Tað var kavarok og sera hálvt nógva staðni í Suðuroynni mánakvøldið. Tað mundi vera ein orsøk til, at ikki meiri enn eini 60 fólk høvdu leitað sær í TB húsið at vita, hvat fýra teir størstu, politisku flokkarnir høvdu at siga um ríkisfelagsskapin og viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark. Tað vóru tey bæði javnaðarfeløgini á Tvøroyri, sum høvdu tikið stig til fundin, har umboð fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin kjakaðust um viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark. Niðurstøðan eftir fundin man vera, at lítið er broytt, síðani flokkarnir seinast hittust at tosa um hesi viðurskifti - nær tað so var. Fólkafloksmaðurin, Óli Breckmann talaði enn fyri at kapitalisera blokkin, men nýtti samstundis høvi at sparka eftir teimum hvíttkitlaðu, teimum við funktionerslipsinum og teimum við skúlataskuni. Sambandsmaðurin, Jákup Joensen royndi at sannføra fólk um, at tað er púra óneyðugt at broyta viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark. Javnaðarmaðurin, Jóannes Eidesgaard greiddi frá, at tað var alneyðugt við broytingum og greiddi frá, uppskotinum, flokkurin hevur lagt fram um sjálvstýrislóg. Og Tjóðveldismaðurin, Heini O. Heinesen tosaði líka eldhugaður fyri loysingini, sum hann altíð hevur gjørt. Politiskt sjálvmorð Óli Breckmann segði, at til seinasta val hevði Fólkaflokkurin dittað sær ført fram, hvussu hann kundi hugsa sær at Føroyar skuldu kláraðu seg um vit sluppu undan skuldini, sum framvegis hóttir okkum, men at vit so afturfyri ikki høvdu blokkin. Kanska var hetta ein vánalig vøra at selja. kanska dugdu vit illa at selja. Men avleiðingin var, at vit høvdu næstan líka ringt val, sum Javnaðarflokkurin hevði. Kanska var ein orsøk, at fólk vóru blivin so "groggy^3 av teirri búskaparligu afturgongdini við arbeiðsloysi og øktum skattatrýsti, at teir høvdu bara atkvøtt hvør í sína ætt. Vit royndu at greiða fólki frá, at skulu vit hava ein sjálvbjargnan búskap sum fortreyt fyri politiskum sjálvræði, so mugu vit ganga útfrá búskapinum uttan heildarveitingina og royna at greiða frá, hvussu samfelagið fór at síggja út. Tað vísti eina fíggjarlóg, sum javnvigaði við 1,9 milliard, ístaðin fyri tær 3 milliardirnar, sum fíggjarlógin nú, javnvigar við. Hetta var fyrstu ferð, at ein flokkur hevur gjørt politiskt sjálvmorð undir einum. Tí fólk fingu tað fatan, at øll skuldu missa ein triðing av lønini yvir ein kamb. Óli Breckmann segði, at líka mikið, hvussu vit venda og snúgva okkum, sleppa vit ikki undan tveimum veruleikum. Annar er heildarveitingin úr Danmark, og hitt er skuldin. Heildarveitingin hevur gjørt, at hava kunnað loyvt okkum eina vísa nýtslu, ið vit ikki høvdu havt ráð til annars. Men hon hevur eisini avskeplað búskapin so at tað lívsgrundarlagið vit hava, fiskivinnan og aðrar vinnur, hava havt møguleika at breyðføða okkum. Tí fáa vit ikki eitt veruligt sjálvstýrið í Føroyum, uttan at vit taka støðu til blokkin. Hann helt, at spurningurin er at vilja vit hava veruligt sjálvstýrið, ella eitt slag av grønlendskum heimastýri, sum javnaðarflokkurin vil, har ið vit valda, men danir skulu gjalda. Ella vilja vit viðurkenna, at vit kunnu ikki fáa valdið í Føroyum uttan vit innrætta búskapin eftir veruligu orkuni í landinum. Tíðin er farin frá heimastýrinum, vit hava. Og eg ivist ikki, at Poul Nyrup torir ikki at vera tann forsætisráðharri, sum upploysir ríki. Spurningurin er, um vit hava styrki at átaka okkum ábyrgdina av størri sjálvræði og sjálvbjargni. Óli Breckman helt, at komandi samráðingar um uttanlandsskuldina blivu sera avgerandi fyri, hvussu ríkisfelagsskapurin kemur at síggja út framyvir, um vit verða innanfyri ella uttanfyri. Og hann helt at enda, at gera vit ikki Føroyar til eitt lágskattaland, sum dregur pengar til sin, heldur enn at styggja pengar frá sær, kunnu vit sleppa øllum dreymum um at sjálvbjargið samfelag. Men er tað so, at føroyingar atkvøða eftir mappuni, ístaðin fyri eftir hjartanum og tað er ríkisstuðulin, sum er orsøkin til, at føroyingar tvíhalda um sambandið, tí annars missa vit hann, so kann eisini væntast, at føroyingar fara at atkvøða e ftir mappuni um vit finna olju, og so er loysing eftir einum degi. Óli Breckamann nýtti annars aftur høvi at klikkja niður á almennu umsitingina og helt, at hon var ov stór, og at tað var eitt høvuðsvandamál. Almenn starvsfólk fáa jú løn fyri ikki at loysa mál, tí loysa tey málini, verða tey arbeiðsleys. Vit hava fingið eina almennan sektor, sum er nógv størri, enn vit sjálvi klára at fíggja við tí, landið gevur. Almenni sektorurin í Íslandi kostar 55.000 um árið fyri hvønn fólki, í Føroyum kostar hann 80.000 kr. fyri hvørt fólki um árið. Og vit fáa ikki so frægt sum givið ein skattalætta uttan at tey hvíttkitlaðu (Sjúkrasystrarnar) stilla seg undir liðina á Ingeborg at mótmæla. Sum um tað eru tey hvíttkitlaðu, tey við partisanturriklæðinum, tey við skúlataskuni, tey við funktionerslipsinum ikki eru størsti fíggindi hjá vælferðini hjá verkamanninum. Ongin orsøk av broyta Jákup Joensen úr Sambandsflokkinum fýltist á, at skráin fyri fundin var so illa lýst, at hann hevði ikki fingið fyrireikað seg rættiliga. Men hann nýtti høvi at lesa upp úr eini grein, sum Peter Harhoff hevur skrivað um ríkisfelagsskapin, har hann ikki heldur, at nøkur sum helst grund er til at broyta ríkisfelagsskapin, og hesum var sambandsmaðurin fullkomiliga samdur í. Greinin stóð í Berlingske Tidende týsdagin 27. januar, so tað gera vit ikki so nógv meiri burturúr. Jákup Joensen helt, at teir, sum vildu broyta heimastýrislógina, áttu at ført prógv fyri, at tað var neyðugt at broyta hana, men tað hevði ongin gjørt enn. Vit taka ikki undir við sjálvstýrið uttan at tað verður til gagns fyri landið og fólkið, og tað hevur ongin enn megnað at víst á, at tað verður. Jákup Joensen segði, at tað er bara ein flokkur, sum stendur fyri ríkisfelagsskapinum. Men skal nakað á sjalvbjargisleið, verður tað sambandsflokkurin, sum noyðist at seta tað fram tí sjálvstýrisflokkarnir eru so ósamdir, at teir unna ikki hvørjum øðrum heiðurin av nøkrum tiltøkum á sjálvstýrisborði - og tí fer onki at henda. Annars heimilar heimastýrislógin sjálv, at nevnd verður sett at greiða ivamál, so tað er ongin orsøk at broyta lógina, um ósemja stingur seg upp og eitthvørt mál. Stungið okkum í bakið ferð eftir ferð. Jóannes Eidesgaard vísti til Jákup Joensen og segði, at Politikkur var eisini at gera broytingar. Hann vísti á, at tað landið, vit hava nú, er ikki tað sama, sum fekk heimastýri fyri 50 árum síðani. Tá var Danmark ein sjálvstøðugt land. Tað er tað ikki longur. Nú er tað ein rættiliga neyvt samanskipaður partur av ES Og ein partur av tí stjórnarvaldi, sum Danmark tá hevði, er tí í Brússel nú. Jóannes Eidesgaard vísti á, at vit hava óteljandi dømi um, at Danmark er komið í tvístøðu, táið tað hevur skula vart áhugamálini hjá Føroyum og Grønlandi, tí tey hava gingið ímóti áhugamálunum hjá ES - og tey hava havt størri týdning fyri danska statin. Hvussu ofta hevur danska stjórnin t.d. ikki stungið føroyingar og grønlendingar í bakið í hvalaveiðimálum, tí teir tá hava tikið lógvatak við teir stóru í Brússel, heldur enn við ríkinum. Formaður Javnaðarfloksins vísti eisini á at føroyska samfelagið er nógv broytt, og ment, síðani vit fingu heimastýrið. Tað eru somuleiðis fleiri málsøki frammi í dag, sum slett ikki vóru til í 1948 og sum skulu takast við í eini nýggjari uppgerð við Danmark. Vit hava nógv dømi um, at karmarnir í heimastyrislógini eru sprongdir, til frama fyri Føroyar. T.d. føra vit sjálvi fiskivinnusamráðingar við onnur lond, hóast hetta er felagsmál og hoyra heima undir uttanríkisráðnum. Í eini 12-15 ár hevur javnaðarflokkurin arbeitt fyri at broytt hesi viðurskifti. Men tað er ongin loyna, at serliga bankakreppan og búskaparkreppan hevur ført við sær, at vit halda, at nú er tíðin komin at broyta viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark. Vit vita nú, at danska stjórnin hevur sett heimastýrislógina úr gildi. Teir hava m.a. lagt seg út í føroysk sermál og kravt broytingar á eitt nú í skattmálum og í fiskivinnumálum. Somueliðis vita vit eisini nú, at lógfrøðiliga kann fólkatingið broyta heimastýrislógina um tað vil. Og tað seinasta er, at tann politiska-búskaparliga nevndin hjá fólkatinginum hevur sett spurnartekin við avtaluna um undirgrundina, og um ráevni í undirgrundini eru føroysk ogn ella ikki. Tí er tað avgjørt neyðugt at broyta viðurskiftini ímillum Føroyar og Danir og fáa greiði á teimum. Og eg haldi, at tað er neyðugt at vit sjálvi taka stig til tað, áðrenn danir krevja tað av okkum. Tí hava vit einaferð enn lagt málið um stjórnmálanevndina fyri tingið, segði Jóannes Eidesgaard. At siga, at ongar broytingar eru neyðugar, er at stinga høvdið í sandin. At krevja loysing er tað eisini. ­ Tí báði Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vita, at teirra stívrenda støða hevur ongan møguleika at vinna politiskan frama. Tí eru teir báðir flokkarnir besta trygdin fyri, at yvirhøvur onki hendur, segði formaður Javnaðarfloksins. Hann segði, at tað var púra misskilt, at at siga, at Javnaðarflokkkurin vildi gera upp við ríkisfelagsskapin. Men vit vilja gera upp við heimastýrislógina. Og tað er púra misskilt at halda, at okkara uppskot um sjálvstýrislóg fer at kollvelta samfelagið. Tí tað er ikki politiskur meiriluti fyri Tað er ov lætt sloppið av Óla Breckmann at siga, at vit skulu hava eina fíggjarlóg, sum javnvigar við 2 milliardum. samstundis sum hevur sitið í eini samgongu, sum hevur økt fíggjarlæogina, so at hon nú er farin upp um 3 millirdir. Og hon verður ikki lækkað eina milliard, uttan at tað svíður í hvørjum króki í landinum. Tað er eisini ov lætt av Tjóðveldisflokkinum at siga, at blokkurin skal skerast burtur og so skal fíggjarlógin lagast eftir tí. Tað fer eisini at merkjast í hvørjum króki. Tað, vit mæla til, er fara undir eina menning, har vit so líðandi átaka okkum størri skyldur, so hvørt vit eru før fyri tí, men uttan at offra vælferðina hjá vanliga føroyinginum. Tað er einasta gongda leiðin, at vit átaka okkum skyldur, so hvørt vit orka, og at vit fáa vent og styrkt búskapin so at vit eisini verða búskaparliga frælsir. Men búskaparliga frælsið er avgjørt fortreytin fyri politiskum frælsi. Bara ein vegur Formaður Tjóðveldisfloksins á tingi, Heini O, Heinesen segði, at avleiðingin av heimastýrislógini er, at Føroyar fóru á húsagang. Tað eru ikki danir sum hava skyldina av hesum, tað hava vit okkara skyld í. Tað, sum er hent er ,at nú er danskur politikkur førdur inn á Føroyar. Føroyar eru blivnar ein kastibløka í donskum politikki. Eg eri púra sannførdur um, at tað verða ongar broytingar í ríkisfelagsskapinum so leingi vit liva undir donsku grundlógini. Føroyar eru ein danskur ognarlutur og vit vita øll, at yvirvaldsrætturin yvir undirgrundini er í Danmark. Nógvir føroyingar føla ríkisfelagsskapin sum eitt fíggjarligt trygdarnet undir Føroyum. Men vit vita, at í 1992 var hetta trygdarnetið tikið undan okkum. Nú eru tað vit, sum skulu betala, men danir, sum skulu valda. Heini O. Heinesen segði, at tað kann prógvast, at danir hava vunnið nógvar pengar uppá ríkisfelagsskapin við Føroyar. Tað kemst av, at vit innflyta at kalla allar okkara vørur úr Danmark og tað kastar so nógv arbeiðið av sær Niðri, at tað meir enn uppvigar ríkisstuðulin til Føroyar. Hann helt, at hetta vísti, at vit hava nógv at tosa við danir um. Tað er allastaðni so, at lond, sum hava hjálond, hava skyuldu at hjálpa teimum at gerast sjálvbjargin. Tí er neyðugt at taka loysing fyrst og so at samráðast við danir. Hann helt, at uppskotið um at seta stjórnmálanevnd var var ein smartur máti at beina fyri øllum stigum á sjálvstýrisleið tey næstu, nógvu árini. Tí samtykkir løgtingið hetta, verður tað kravið frá javnaðarflokkinum í møguligum, komandi samgongusamráðingum at flokkarnir, teir samráðast við, halda seg til løgtinsins samtykt. Tvs, at verður hetta samtykt, hevur miðjan í føroyskum politikki niðurbundið allan føroyskan sjálvstýrispolitikk í ævigar tíðir, segði formaður Tjóðveldisfloksins. Sofus Olsen Facts um gamla Føroya Banka Frágreiðingin frá nevndini til kanning av partabrævaumbýtinum í 1993 hevur givið tilfar til føroysku loftfjølmiðlarnar sum neyvan nøkur onnur hending her heima nakrantíð. Miðlarnir hava havt og hava heilan hóp av sínum manningum tvassandi niðri í Keypmannahavn. Um vikuskiftið og síðan eru allar tíðindasendingar farnar til umbýti. Og so hevur verið ein hópur av eykasendingum um sama evni. Fjølmiðlarnir hava tráspurt ekspertar á nógvum økjum og fingið eina ørgrynni av viðhvørt mótsigandi meiningum. Summir av ekspertunum hava havt eina meining um morgunin, eina aðra um kvøldið ella dagin eftir. Man kann fýlast á, at fjølmiðlarnir hava bert fokuserað á partabrævaskandaluna, tá Den Danske Bank við ósannindum fekk lumpað landsstýrið at taka ímóti eini rúgvu av virðileysum partabrøvum í gamla Føroya Banka. Hetta umbýtið var bert, fyribils, endabresturin av vitleysum atgerðum, almennum og privatum, upp gjøgnum áttatiárini, og fyri tær almennu heilt aftur í sjeytiárini, aftan á at generatiónsskifti á politiska vígvøllinum var farið fram her heima. Teir solidu og skilagóðu menninir vóru farnir úr aktivum politikki fyrst í sjeytiárunum, og teim fáu, sum eftir vóru, lurtaðu nýggju buldribassarnir ikki eftir. Skal loyva mær at tríva í ella draga fram okkurt av tí, sum førdi til krassjið og tær stóru skuldbindingarnar, ið fylgdu í kjalarvørrinum. Var knýttur at góða, gamla Føroya Banka í 16 ár frá 1970. Veit tí eitt sindur um gongdina, fyri ikki at siga fadesurnar, tey árini og eisini seinri. Grannskoðara-starvið Tað var á aðalfundinum í 1970, at eg fyrstu ferð varð valdur grannskoðari í Føroya Banka. Eg hevði tá í fleiri ár selt saltfiskin hjá nøkrum stállínubátum og trolarum. Í tí sambandinum hevði eg fingið mær skrivstovu á ovastu hædd í bankahúsunum í Niels Finsensgøtu. Kom rættiliga ofta niður í bankaavgreiðsluna, serliga við útflutningsskjølum, men eisini í øðrum ørindum. Her kann viðmerkjast, at stjórarnir báðir sum oftast sótu við borð aftast í avgreiðsluhølinum. Einaferð eg var har niðri, tað hevur annaðhvørt verið seinast í 1969 ella fyrst í nýggja árinum, bað stjórin meg koma inn á skrivstovu sína. Komin innum spurdi hann, um eg vildi lata meg velja til grannskoðara í bankanum á komandi aðalfundi. Tað kom mær heldur dátt við. Takkaði sjálvandi fyri tilboðið. Svarið var klárt og greitt, at tað vildi eg ikki. Eg segði honum eisini hví. Fyrst tí at grannskoðaraarbeiðið so avgjørt hevði ikki mín áhuga. Eisini og helst tí, at eg hevði nokk at takast við (var limur í Búskaparráðnum, var reiðari á onkrum skipi, og harafturat, sum nevnt, fekst eg við at selja saltfisk). Vit skiltust, og roknaði eg við ikki at hoyra meira um málið. Stjórin gavst tó ikki á hondum, men vendi nakrar ferðir aftur til grannskoðaraspurningin. Mítt svar var hvørja ferð tað sama, at hann mátti royna at finna onkran annan. So ein dagin beint undan aðalfundinum, eina viku ella minni áðrenn, kemur bankastjórin upp til mín á ovastu hædd. Vit tosaðu um leyst og fast, um fiskivinnuna, prísútlitið, skiparakstur, bankaproblematikk og mangt annað. Í tí hann ger seg til at fara, kemur hann til tað, ørindini í veruleikanum snúði seg um, nevniliga grannskoðarajobbið. Eg ilskaðist eitt sindur og vildi hava at vita, hví hann var so altráur eftir at fáa meg í starvið. Hansara svar var, at hann vildi sleppa av við hann, sum hevði starvið. Harafturat segði hann seg vilja hava ein avloysara, sum hevði hollan kunnleika um føroyskt vinnulív og føroysk samfelagsviðurskifti yvirhøvur. Eg havi helst onkuntíð nevnt sum undanførslu, at eg tímdi ikki at leita eftir eittoyrum. Var tað helst tí, hann legði afturat, at eksterni grannskoðarin skuldi ikki leita eftir smápengum, ikki ein gang eftir stórum upphæddum. Uppgávan var at meta um engagementini, rætt og slætt. Hann endaði samrøðuna við at siga, at hansara hurð stóð altíð opin, um eg hevði nakað at tosa um. Aftan á tær mongu áheitanirnar og serliga aftan á seinastu samtaluna var eg farin at ivast, um eg kortini ikki skuldi taka av. Í fyrsta lagi, tí at eg eftirhondini hevði fingið varhugan av, at arbeiðið helst var meira áhugavert, enn eg hevði hildið. Serliga tiltalaði lovaði dialogurin meg. Í øðrum lagi dámdi mær stjóran væl. Í triðja lagi dámdi mær hin stjóran so avbera væl. Í fjórða lagi helt eg meg hava lagt til merkis, at Føroya Banki var eitt sera gott arbeiðspláss. Lovaði at geva svar dagin eftir. Eg tók av. Eg vil her nevna tveir stjórar við navni. Knud Petersen, sum fekk meg at átaka mær grannskoðarastarvið, var her í umleið fimm ár, og eftirmannin Agnar Hansen, sum eisini var her í eini fimm ár. Báðir vóru teir dugandi bankamenn. Tá AH fór, beint aftaná at bankin fylti 75 ár, var tað ein stak væl konsolideraður banki, hann læt upp í hendurnar á avloysaranum, sum eftir míni meting kom at verða ein katastrofa fyri bankan og landið alt. Fíggjarligu brotasjógvarnir Avloysarin, sum Den Danske Bank í 1981 sendi at stjórna Føroya Banka, kom at roynast bankanum og landi okkara ein dýrur drongur. Hann kom úr starvsfólkadeildini, har ein Knud Sørensen, núverandi stjóri í DDB, var bossur. Allir stjórarnir í gamla Føroya Banka, líka frá stovnanini til endabrestin, komu úr Den Danske Bank. Eftir styttri áramál fóru teir aftur í starv hjá danska bankanum. Teir vóru útlæntir. Hví menninir við Holmens Kanal eftir 75 ár at hava sent dugnaligar bankamenn funnu uppá at senda ein, sum av berum kleyvarskapi beindi fyri FB, er ilt at skilja. Sjálvt um moralurin í DDB er meira enn kloddutur, hava teir væl ikki sent okkum mannin til at kollsigla stovnin? Ella var tað av líkasælu? Eg dugi ikki at meta um. Undir øllum umstøðum var tað ein beistagerð! Hann megnaði ikki bert at søpla burtur alt, sum varð bygt upp í trífjórðingsøld, men gjørdi tað harafturat neyðugt at lata bankanum 1,5 milliard fyri at bjarga honum undan húsagangi. Meginparturin lán, sum føroyski skattaborgarin í dag knógvar undir. Syndarin slapp snikkaleysur! Tað er ofta sagt, og av røttum, at bankarnir í áttatiárunum hjálptu mongum manni at misbrúka rentuskattaskipanina. Fyrst við valutalánum, sum viðskiftafólk tóku og síðan settu inn í bankan at renta. Dømir kunnu nevnast. Seinri, aftan á 1984 ella um tað mundið, tá rentan í Danmark fall munandi, og obligatiónslán úr kredittfeløgum blivu nógv bíligari og løtt at fáa hendur á, gjørdust tey spekulatiónsobjektini hjá bankunum. Teir hjálptu monnum við einum stórum láni fyri og øðrum eftir. Við bankagarantii flutti lántakarin peningin heim og setti hann í bankan, har hann stóð til fulla rentu, til íløgan einaferð var liðugtgjørd, oftast eini tvey ár ella væl meira aftaná, at lántransaktiónin var farin fram. Í Føroya Banka táttaði posturin garanti í fleiri ár sterkt í 2 milliardir. Peningur streymaði inn. Balansin vaks á hvørjum ári. Men peningurin skuldi so oder so lænast útaftur. Mangan hoyrdist um fólk, sum fóru inn í bankan at læna kanska eina fjórðings millión ella so, og komu útaftur við eini skuld uppá eina heila ella meir. Var peningurin læntur til húsabygging, varð øll milliónin brúkt til størri og dýrari hús enn ætlað. Hvussu gekst mongum av hesum stakkalum, vita vit alt um. Eisini hava vit hoyrt um menn, sum vildu læna fáar ella fleiri milliónir, og sum vórðu so undirdíktir í likviditeti, at teir investeraðu seg á bláman. Boomurin seinra partin av áttatiárunum, sum var so katastrofalur, so lemjandi, so oyðandi fyri føroyskan búskap, stavaði fyri ein stóran part frá hesum lánum. Føðihjálpararnir vóru bankarnir, ikki minst Føroya Banki. Ein stórur tapari var fiskivinnan, serliga flakavinnan, eksportvinnan, sum ikki orkaði at konkurrera við byggivinnuna um arbeiðskraftina. Danir hava sagt uppaftur í saman, at vit føroyingar hava sjálvir skuldina av stóru uttanlandsskuldina. Hetta er ikki allur sannleikin, minni enn so. Størsti syndarin, størri enn løgmenninir í áttatiárunum, var eftir míni meting maðurin, sum Den Danske Bank í 1981 sendi upp at stjórna Føroya Banka. Menninir í Tinganesi kundu geva garantii, kreppulán, ella hvat allur hurlivasin kallaðist. Men teir høvdu jú ongan pening. Hann mátti koma úr bankunum. Hevði DDB sent ein bara nøkulunda habilan bankamann higar, er hjá mær eingin sum helst ivi um, at bankarnir ongantíð vóru komnir í óføri, og at skuld landskassans bert hevði verið ein fraktión av tí, hon er. Bremsan, sum skuldi vera, bankarnir, varð, um eg so má siga, avmonterað. Har var bert speedarin eftir. Og hann varð nýttur í ólukkumát. Her hevur verið mest fokuserað upp á Føroya Banka og leiðsluna har. Tað eru tvær orsøkir. Onnur, at tað er tann bankin, eg kenni best. Hin, at eftir míni meting var tað stjórin har, sum heilt og aldeilis domineraðir bankakervið her til lands, tey árini alt fór av lagi fíggjarliga. Leiðslan í bankanum kann við eitt sindur av rætti halda uppá, at skuldi teirra banki ikki drenast fyri viðskiftafólk, vóru teir noyddir at spæla við á roulettini. Sum ikki eina ferð er tað rúkandi skeivt av dønum at leggja alla skuldina fyri, at okkara samfelag kom í so svárar fíggjarliga trupulleikar og er vorðið so skuldarbundið, á føroyskar herðar. Í míni verð er, sum nevnt, syndarin tann av Den Danske Banks starvsfólkum, sum teir í 1981 læntu Føroya Banka, og sum, tá bankin her var sokkin undan honum, varð móttikin við opnum ørmum av monnunum við Holmens Kanal. Teir premieraðu hann (fyri kvettið?) við at geva honum leiðandi starv. Kollisjón? Hvør eigur at gjalda? Havi ongantíð verið í iva um, hvør eigur skuldina fyri bankaskrædlið, og hvør eigur at gjalda kostnaðin av bankabjargingini. Tað er Den Danske Bank og danska stjórnin. Rokningin eigur at sendast til teirra. Býtislyklinum eiga teir sjálvir at finna út av. Argumentini fyri, at Den Danske Bank og danska ríkisstjórnin ið hvussu er út frá einum moralskum, helst eisini út frá einum juridiskum, sjónarmiði eiga at refundera alla bjargingina við rentum, eru mong. 1. Alt síðani 1951, tá Sjóvinnubankin, men ikki Føroya Banki, mátti bjargast, hava menn frá grannskoðaradeildini í DDB á hvørjum ári verið her og kannað viðurskiftini í FB. Fyrstu tíðina eg var í bankanum, kom sokallaði revisjónssjefurin einsamallur, í november. Tað man hava verið seinast í sjeytiárunum, at nýggjur sjefur kom í bankan í Danmark. Eisini hann kom í november. Ikki einsamallur, men við manning. Afturat komu fleiri mans úr grannskoðaradeild danska bankans tvær ferðir árliga at nærgranska øll útlán og garanti. Og teir góvu sær tíð. Skuldi nakað skil vera í tiltakinum at senda ein heilan hóp av grannskoðarum fleiri ferðir um árið til Føroya, skuldi nakað fornuftigt koma burtur úr hesum fyri føroyska bankan dýru ferðum, so átti at verið rapporterað til stjórnina har niðri. Ársroknskapurin hjá Føroya Banka var partur av ársroknskapinum hjá Den Danske Bank. Hesin bankin var eitt aktiv hjá hinum og tí sera viðkomandi hjá stjóranum at vita, hvussu støðan var. Her heima vóru ikki so fá, sum longu seinrapartin í áttatiárunum høvdu varhugan av, at Føroya Banki hevði tað ikki serliga gott. At grannskoðararnir ikki boðaðu stjóranum í DDB frá hesum, var ein skandala og eigur at koma teimum aftur um brekku. Eisini og serliga tí at tað var ein av teirra monnum, sum sat við stýrisvølin her. 2. Eg og helst summi av royndu bankafólkunum fingu tíðliga illgruna um, at maðurin ikki var 'up to standard'. Tað hevur verið annaðhvørt í november 1984 ella 1985, helst tað seinra árið, at eg og danski revisjónsjefurin ein dagin komu at sita einsamallir. Eg nevndi við hann, at soleiðis sum stjórin tíggjaði sær, var eg ræddur fyri, at bankin fyrr ella seinri kundi fáa trupulleikar. Bað hann lata leiðsluna í Keypmannahavn vita av hesum og fáa teir at taka mannin niðuraftur, ongantíð ov skjótt. Hann ønti ikki og bar nokk heldur ikki boðini. Bar forrestin eisini upp á mál, at innanhýsis bremsan, nevndin, ikki var nøkur bremsa. Hon var vald av stjóranum, og hann hevði myndugleikan at koyra teir. Teir tagdu alla tíðina og harvið samtyktu. Beinið hevur verið ov feitt at missa. 3. Til 1976 høvdu Den Danske Bank og Føroya Banki hvønn sín statsgóðkenda grannskoðara. Tá komu boð frá DDB, at teirra grannskoðari eisini skuldi verða grannskoðari hjá Føroya Banka, tí hesin seinri var dótturfelag hjá tí fyrra. Og soleiðis kom tað at verða, líka til bankin fór av knóranum. Tað átti at verið ein logisk fylgja av kravinum um grannskoðarafelagsskap, at hann segði leiðsluni í móðurbankanum frá, ikki minst tí at føroyski bankin førdi ein skilaleysan bankapolitikk. 4. Fyrstu tíðina, eg var í Føroya Banka, vóru tvey almenn donsk eftirlit, eitt fyri sparikassarnar og eitt annað fyri bankarnar. Tveir mans frá tí seinra komu annaðhvørt ár til bankarnar her. Teir steðgaðu nakrar fáar dagar, kanska út við eina viku. Ikki varð hildið, at teir gjørdu tær stóru skreytirnar. Tað kundi møguliga koma av, at teir vitstu, at báðir bankarnir vóru í góðum hondum, høvdu dugnaligar leiðslur. Seinri vórðu báðir stovnarnir lagdir saman, og vit fingu klossuta fíggjareftirlitið. Gjørdu menninir hjá bankaeftirlitinum lítið til nyttu, so sær út fyri mær, at teir hjá fíggjareftirlitinum púrt onga nyttu vóru til. Tað hevur verið nevnt, at í tíðarskeiðinum frá 1989 til seint í 1992 vóru teir ikki á gátt hjá bankunum her. Tað má kunna sigast at vera líkasæla við lít. Tí longu fyrra árið og eisini áðrenn átti at verið greitt fyri øllum, sum høvdu eygu í høvdinum, at føroyska bankakervið var farið heilt av lagi. Í 1989 ella áðrenn átti fíggjareftirlitið danska at gjørt vart við á røttum stað, at neyðugt var at reinsa út í báðum bankunum. Eisini, um teir tóku sína skyldu í álvara, áttu teir at vitjað her bæði í 1990 og 1991. Teir rættu ikki hond frá síðu, lótu bara standa til, við speedaranum í botni. Tí gjørdist bankakreppan, tá eftirlitið endaliga vaknaði seint í 1992, so ógvuslig. Fíggjareftirlitið er almennur danskur stovnur, sum er tvingaður inn á okkum. Hann hevur grovt forsømt sínar skyldur. Tí er tað ein sjálvfylgja. Tí er tað indiskutabult, at danski staturin skal átaka sær sín part av teim 2,7 milliardunum, bjargingin kostaði. Við rentum sjálvandi. 5. Minnist meg rætt, rindaði Føroya Banki einar 17 milliónir í vinningsbýti av 1991 rakstraravlopinum (DDB átti 62% av partapeninginum og fekk tí einar 11 mió. kr. í sín part) og umleið 7 milliónir í skatti. Mær er fortalt, at føroyski stjórin vildi seta allan vinningin av móti tapi (tað gjørdi Sjóvinnubankin hetta árið). Kortanei segði danski stjórin, og hann hevur væl havt viðhald frá sjefinum fyri grannskoðanini í DDB. Annaðhvørt livdu menninir og ikki minst bankastjórin í 'cloud-cuckoo-land<<, ella vóru teir besettir! Tað, sum her er drigið fram, er sjálvandi bert partur, kanska lítil, av tí, ið frá føroyskari síðu kundi verið skrivað um bankapolitikkin í Føroyum upp gjøgnum áttatiárini og kollapsið seinast í 1992 og í 1993. Men her verður steðgað, ið hvussu er beint nú. Tórshavn 20. januar 1998 Sofus Olsen Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Hann er settur fyribilsstjóri á Almannastovuni Væl veit eg, at hetta er ein útsettur postur, men eg taki tað sum eina avbjóð*ing. Bert tíðin kann vísa, hvussu úrslitið verður, sigur nýggi fyribils stjórin á Almannastovuni Tað hava verið nógvir stjórar á Almannastovuni seinastu árini. Tað er kanska ikki so løgið, tí hetta er ikki nakað lættisoppastarv. Tað visti Jóan H. Svabo Samuelsen, tá landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, heitti á hann, um at taka við sum stjóri á Almannastovuni. Kortini umhugsaði Jóan Hendrik bert áheitanina eina løtu, áðrenn hann tók av. Ein orsøk var, at hann áður hevur arbeitt á stovninum, og tí kendi hann starvsfólkiini og arbeiðsgongdina á Almannastovuni. Eg veit, at hetta er ein ógvuliga útsettur postur, men eg taki tað sum eina avbjóðing. Bert tíðin kann vísa, hvussu tað fer at ganga, sigur Jóan Hendrik S. Samuelsen. Hann er 42 ára gamal og útbúgvin løgfrøðingur. Í 1994 varð hann settur í starv á Almannastovuni, men tá nýggjaHeilsumálastýrið varð stovnað, varð hann settur har at umsita almannalóggávuna. Hetta starvið hevur hann frameftir. Broytingar og umleggingar Orsøkin til, at Jóhan Hendrik S. Samuelsen er settur fyribils sum almannastjóri, er m.a., av tí at bygnaðarbroytingarnar eru settar í verk. Tað er ivasamt, hvussu Almannstovan verður skipað frameftir. Heilsumálastýrið umsitur almannaverkið, heilsuverkið og almanna- og heilsumál. Møguliga skulu partar av Almannastovuni og heilsuverkinum leggjast undir Heilsumálastýrið, har eisini fíggjarstýringin, lóggávan ráðgeving, starvsfólkapolitikur og KT-økið møguliga skulu leggjast saman í aðalstýrinum. Tí eri eg bert fyribilssettur í stjórastarvið á Almannastovuni, til greiða fæst á, hvussu økið skal skipast, sigur Jóan Hendrik S. Samuelsen, sum ikki veit, um hann fer at søkja, um ein stjóri møguliga verður settur av nýggjum á Almannastovuni. Hóast tað tykist sum gongur tað eitt sindur framá í samfelagnum, so merkist tað ikki á Almannastovuni. Har hava tey eins nógv at gera, sum í ringastu krepputíðini. Telduskipanin verður útskift Hetta tíðarskeiðið eru kortini nógvar arbeiðsgongdir broyttar á stovninum, eins og útbyggingar eru farnar fram. Neyðugt er við nýskipanum. M.a. verður nú øll EDV-skipanin skift út. Tað verður uppgávan hjá nýggja stjóranum at arbeiða við, umframt at dagliga arbeiðið skal fáast frá hondini Almannastovan hevur stórar upphæddir at arbeiða við. Umleið 900 mió. krónur fara um Almannastovuna árliga. Tað er kortini neyðugt at gera ábøtur, fyri at fáa sum mest fyri peningin, eins og arbeiðið skal rationaliserast, fyri at sleppa undan dupultvirksemi. Hvussu leingi skalt tú sita sum almannastjóri? Tað er torført at siga í løtuni. Eg havi játtað at sita í hesum starvi til bygnaðarbroytingarnar eru lidnar. Hvussu langa tíð tað tekur, veit eg ikki, men eg vóni at tað verður innan eina rímiliga tíð, sigur Jóan H. Svabo Samuelsen. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Lesa Internet-Sosialin umborð á Sólborg Manning umborð á rækjutrolaranum Sólborg telist nú millum fyrstu lesaranar hjá Sosialinum. Gjøgnum internetið ber nú til hjá teimum at lesa hósdags Sosialin mikudag seinnapart - um teir so eru við Eysturgrønland ella á Flemmish Cap Skiparin á Sólborg, Sámal Jacobsen vísri okkum Internet-Sosialin á telduskíggjanum á brúnni umborð á Sólborg At tøknifrøðin er í stórari menning, er internetið eitt gott dømi um. Gjøgnum internetið ber til at samskifta skjótt, væl og lætt, hvar á jørðini - ella í rúmdini um tað skal verða - tú ert staddur. Seinasta hálva árið hevur Sosialurin gjørt nógv fyri at menna útgávuna av Internet-Sosialinum. Hetta er útgáva av blaðnum á internetinum. Á hendan hátt ber til hjá øllum fólkum í heiminum, sum hava atgongd til internetið, at lesa Sosialin seinnapartin dagin fyri útgávudagin - líka mikið hvar tey eru. Sólborg sum internetpionerur Áðrenn rækjutrolarin Sólborg legði frá landi í síðstu viku, fingu teir innlagt internetsamband í telduna, teir hava á brúnni. Av tí at Sólborg hevur teknað seg sum haldara av Internet-Sosialinum, ber tað nú eisini til hjá teimum umborð á Sólborg at lesa tíðindi í Sosialinum hvønn dag - nær á samdøgrinum tað skal vera. Tøkniliga menningin hevur so gjørt tað, at manningin umborð á Sólborg telist millum tey fyrstu, ið síggja tíðindini í Sosialinum - um teir eru undir Grønlandi ella á Flemmish Cap ella á øðrum leiðum. Tað einasta, ið krevst, er at teir hava samband um telefon ella satelitt. Internetið áhugað millum rækjutrolararnar Tá Sosialurin fyrrapartin í gjár hitti skiparan á Sólborg, Sámal Jacobsen, vóru teir staddir í Eysturgrønlandi, og høvdu teir tá verið til fiskiskap í tveir dagar. Har var kavarok, og var Sólborg júst tá á veg gjøgnum eina tjúkka ísbrúgv. Men Sámal Jacobsen lat væl at nýggju tøknini. Teldu hava teir havt umborð leingi, og hevur hon verið nýtt sum plottari. Tá vit vóru í Havn í síðstu viku, royndu vit, um til bar at installera internetið í somu telduna, og væl bar til, greiðir Sámal Jacobsen Sosialinum frá. Teldan, teir hava, er av slagnum Macintosh, og er tað Radioservice, sum hevur útvegað teimum modemsamband um Inmarsat satelittin. Sámal Jacobsen segði, at teir vóru 19 mans við Sólborg. Men vit hava einsini ein japanskan eygleiðara við, sum umboðar keypararan av japanrækjunum, segði hann. Umframt Sólborg vóru fleiri aðrir føroyskir trolarar hara á leiðini, eitt nú Hviltenni, Gilstón, Ocean Castle og Atlantic, greiddi Sámal Jacobsen frá. Teir tosa nógv saman, og hevur internetsambandið hjá Sólborg sjálvandi verið nógv frammi. Og tað eru fleiri av hinum bátunum, sum hava sagt, at teir eisini fara at fáa sær internetsamband, sigur Sámal Jacobsen. Er tað onkur, ið ynskir at senda e-mail til Sólborg, so er adressan hendan: >>solborg@post.olivant.fo<< Home Rule Løgmaður heitir á Poul Nyrup um at fáa beinleiðis samráðingar í lag við Tony Blair um marknatrætuna Jan Müller Ein skamblettur fyri amerikonsku tjóðina Amerikanarar skýra Saddam Hussein sum umboð fyri ringasta óndskap, men teir útinna við deyðarevsing eitt slag av óndskapi móti sínum egnum borgarum, sum einki siviliserað fólk átti at góðtikið GUDS OWN COUNTRY. SOLEIÐIS dámar amerikanarum at kalla sítt egna land. Guds egna land. VIT vóru mong, sum komu til hugs alt annað enn Guds egna land, tá boðini frættust tíðliga mikumorgunin um, at staturin Texas hevði tikið ta fyrstu kvinnuna í meira enn 130 ár av døgum. TAÐ er einki nýtt - hetta at USA tekur sínar egnu borgarar av døgum - borgarar, sum hava framt brotsverk. Tað er nakað, sum bæði Hægstirættur og nógvir av statunum gera uttan at blunka. TAÐ nýggja er tó, at hetta sokallaða siviliseraða landið, hetta landið, sum altíð er frammi við peikifingurinum, tá tað ræður um órættvísi og brot á mannarættindi í øðrum londum, heldur fram við at fremja deyðarevsing og nú eisini er farið undir aftur gamla siðin at taka fyrst børn og evnaveik og nú eisini kvinnur av døgum. VIT liva í einum demokratiskum samfelag, har vit øll hava loyvi at halda og siga tað vit vilja. Vit hava sagt hetta áður og fara at endurtaka tað her: at tað er einki minni enn ein skamblettur fyri USA og fyri amerikanarar, at teir framhaldandi - nú vit nærkast ár 2000 - við statsins góðkenning, drepa sínar egnu borgarar. JAMEN siga tey, sum taka undir við hesum - talan er jú um fólk, sum hava tikið onnur av døgum, og tí mugu tey gjalda við sínum egna lívi. Í okkara hugaheimi er hetta primitiv hugsan fyri ikki at siga hevndarhugur og einki annað. Endmálið við deyðarevsing sigst vera, at hon skal forða øðrum í at fremja slík brotsverk, men veruleikin er ein annar. Hann er - og hetta er aftur og aftur skjalprógvað - at deyðarevsing virkar ikki fyribyrgjandi og ræðandi. SKAL tú minka um hesi brotsverk mást tú til sjálva orsøkina og hon liggur oftani í einum órættvístum samfelag, har tað rætt og slætt eru tapararnir ella sjúk fólk, sum fremja slíkar brotsgerðir. At drepa hesi afturfyri er bert blóðtystandi hevnd, einki annað. Vil tú veruliga gera nakað fyri at fyribyrgja, mást tú fara til rótina at finna orsøkina. UM vit vilja kalla okkum eitt sivilisrerað og upplýst fólk, so ger man ikki sovorðið. Tú kanst ikki kalla teg siviliseraðan og upplýstan um tú við statsins hjálp og myndugleika tekur tínar egnu borgarar av døgum uppá gamlan miðaldarligan máta. Hetta varð gjørt í suðurlondum undir inkvisatatiónini. Tá var talan um fólk, ið ikki hóvaðu teimum sokallaðu rætttrúgvandi og stýrandi - nú er oftani talan um fólk, sum systemið ikki hevur pláss fyri. SJÁLVANDI skulu tey, ið fremja brotsverk bøta fyri hetta. Men okkara samfelag má seta til síðus resursir soleiðis at hesi fólk kunnu liva í fongslum ella á institutiónum. Í hesum máli eiga vit heldur ikki at gloyma, hvussu mong ósek mugu lata lív ella fáa lívlangt fongsul fyri órættvísar dómar - fyri dómar, sum eru feldir, tí teir harvið skuldu gera tað lættari hjá løgregluni og systeminum annars. USA og amerikanarar áttu at kent stóra skomm á sær í hesum døgum, tá statir eru farnir at víðka deyðadómarnar - nú eisini til at fevna um kvinnur. Tað er ikki so langt síðani, at evnaveik og fólk í sera ungum aldri, vórðu tikin av døgum. Ja tað er ikki sørt av lagnunnar speisemi, tá USA í dag útrópar Sadam Hussein at vera umboðið fyri størsta óndskapin í heiminum. Sama USA umboðar ein annan óndskap, og hesin er at taka sínar egnu borgarar av døgum. Amnesty hevur gjørt dómadómin sum ein av sínum størstu fíggindum. Vit eiga at taka undir við Amnesty og stuðla tess royndum at koma deyðadóminum til lívs. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Sum frálíður kemur hann av landsynningi og veksur vindin til hvassan vind, seinni snarar hann í útsynning og veksur vindin til skrið. Samdrigið og avfall, sum frálíður regn. Hitin veksur upp í 5 til 7 stig. Veðrið fríggjadagin: Skrið av útsynningi, men hann minkar vindin. Regn, seinni klárar í við ælaveðri. Hitin um 5 stig, men minkandi. Veðrið leygardagin: Upp í ein strúk ella í støðum hvassan vind av vestri, seinni útnyrðingi. Ælaveður, kanska vátaslettingur og kaldari, 2 til 4 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Hvassur vindur ella skrið av landsynningi og regn vestaneftir. Hitin 5 til 8 stig. Mánadagin útsynningur og ælaveður. Í gjár: Eitt lágtrýst skamt í landnyrðing úr Íslandi grynnist spakuliga. Eitt minni lágtrýst fer skjótt eystureftur sunnanfyri Føroyar. Eitt nýtt lágtrýst í útsynning úr Hvarvinum fer móti Íslandi, seinni í landnyrðing og dýpist nógv. Í dag: Sunnudagin kemur eitt nýtt lágtrýst. Lýggj luft rekur meginpartin av tíðini móti Føroyum av útsynningi við brúgvaløgum og regni. Fríggjadagur 6. februar 1998 Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Skáin undir nýtt tónleikatiltak Skáin fer at hava fólkatónleik á skránni í vikuskiftinum, og fer tí at hava opið longri út á náttina. Byrjað verður longu hetta vikuskiftið Matstovan Skáin í Niels Finsensgøtu fer nú undir nýtt tónleikatiltak. Ætlanin er at hava fólkatónleik í vikuskiftinum, og í tí sambandium fer Skáin at hava opið longri út á náttina. Farið verður undir tiltakið beinanvegin, og hetta vikuskiftið fara tveir av okkara kendu tónleikarum at seta gongd í. Teir eru Sámal Ravnsfjall og Ronnie Nielsen. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Thetis til Tvøroyrar á føstulávint Eins og siður er, kemur sjóverjuskipið Thetis til >>heimbygd<< sína, Tvøroyri, á føstulávint Tað hevur nú í nógv ár verið siður, at danska sjóverjuskipið við Føroyar skal til Tvøroyrar á føstulávint. Tvøroyri hevur >>adopterað<< skipið, og tí kann sigast, at skipið kemur heim til Tvøroyri. Thetis kemur á Tvøroyri sunnudagin 22. februar, og klokkan 13 byrjar tunnusláingin fyri børnum í aldrinum 3 til 14 ár. Hesum boðaði sjóverjan frá í tíðindaskrivi í gjár. Sagt verður eisini, at børnini eru vælkomin til at taka foreldrini við umborð. Tá ið tunnusláingin er liðug og kattakongarnir eru funnir, bjóðar manningin luttakarunum ein heitan munn av kakamjólk og fastalávintsbollar. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Kappingin er vælkomin Hetta sigur Jens Petur Arge, stjóri í Tryggingarsambandinum Føroyar, í stuttari viðmerking til at P/F Trygd nú aftur er farið at tekna tryggingar Tryggingarsambandið Føroyar er nú ikki einsamalt á tryggingarmarknaðinum longur. Einkarrætturin hjá samtakinum at tekna tryggingar er avtikin við lóg, og fyrsti kappingarneytin hevur longu sæð dagsins ljós. Mánadagin lat P/F Trygd hurðarnar upp og fyri fyrstu ferð í 55 ár varð møguleiki at tekna trygging í øðrum felagi enn Tryggingarsambandinum Føroyar. Vit hava spurt Jens Petur Arge, stjóra í Tryggingarsambandinum Føroyar, hvussu tað kenst at hava fingið ein kappingarneyta. Nú er tað serliga Brunatryggingin sum skal kappast við P/F Trygd, men teir skulu í øllum førum vera vælkomnir á marknaðin. Tað er sunt við kapping. Ætlanin við lógarbroytingini var jú at skapa kapping, so vit vitstu at hon fór at koma fyrr ella seinni. Vit spurdu eisini Jens Petur Arge, um Tryggingarsambandið ætlar sær at gera nøkur móttiltøk nú teir hava fingið kapping. Tað vildi hann ikki svara beinleiðis uppá, tí sum hann sigur, so er tað í fyrsta umfari Brunatryggingin sum kemur at kappast beinleiðis við P/F Trygd. Leggjast undir eitt Í sambandi við broytingina av tryggingarlógini varð skipað so fyri, at viðtøkurnar hjá Tryggingarsambandinum skuldu broytast, og til hetta arbeiði fingu teir freist til 1. juli í ár. Hetta arbeiði er komið væl áleiðis, og eg rokni við at tað verður liðugt um ein mánað. Tá frætta tit meira um broytingarnar Broytingarnar skulu verða gjørdar innan 1. juli, og eftirlitið skal hava tíð til at kanna uppskot okkara. Hvussu hesar broytingar verða gjørdar vil Jens Petur Arge tí onki siga um. Vit hava arbeitt við fleiri møguleikum, men sum eg segði í áðni, so frætta tit meira um hetta mál um ein mánað ella so. Jens Petur Arge vil tó siga so mikið, at hann ikki roknar við, at ein samanlegging fær avleiðingar fyri starvsfólkini. Vit eru ikki í somu støðu sum bankarnir. Vit arbeiða á fleiri ymiskum økjum, og hava tí eitt størri útboð enn bankarnir høvdu. Tað teir seldu, var stórt sæð eins í báðum bankunum. Tí eri eg vísur í, at vit hava brúk fyri teimum starvsfólkum vit hava. Leo Poulsen Bjartur Dalsgarð á biltryggingini: Misjavnt sum fólk vanda sær um Stjórin á biltryggingardeildini sigur, at ógvuliga ymiskt er, hvussu fólk ansa eftir, bæði hvat koyring og trygging viðvíkur. Bildeildin á Tryggingarsambandinum hevði í gjár fingið fráboðan um 35 skaðatilburðir í sambandi við hálkuna mikudagin. Tá talan er um skaðatilburðir kann roknast við, at talið á skaddum bilum er væl hægri, tí ofta er meiri enn ein bilur uppi í hvørjum skaðatilburði. Bjartur Dalsgarð, stjóri á bildeildini, sigur, at teir enn ikki hava havt stundir at sýna skaðarnar, og tí ber ikki til at siga nakað nærri um teir. Men hann ivast ikki í, at hálkan hesaferð fer at kosta tryggingini væl av peningi, tó at tað er vónleyst í løtuni at seta nakað tal á. Nevndu skaðatilburðir eru frá øllum landinum, og sum sæst aðrastaðni á síðuni vóru 12 teirra í Havnini - ella í høvuðsstaðarøkinum. Ymiskt við trygging Bjartur Dalsgarð sigur annars, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu vandin fólk eru, bæði tá tað snýr seg um ferðsluna beinleiðis, og tá tað snýr seg um at tryggja bilarnar. Tað vísir seg tó, at yvirhøvur skrokktryggja fólk nýggjar bilar, eins og tey eru varin við at skøða bilin rætt. Sjálvandi kann koma fyri, at fólk ikki náa at fáa skift dekk í nóg góðari tíð, men hetta eru undantøk. Meiri misjavnt gerst tað, tá bilarnir eldast. Tá meta fólk um, hvørt tey hava fyri neyðini at skrokktryggja, ella tey heldur velja bert at ábyrgdartryggja bilin. Tað er í hvussu er lógarfest, at allir bilar skulu vera ábyrgdartryggaðir, men tá er sum kunnugt vandi fyri, at ein sjálvur hongur upp á alt, ið kemur upp á egnan bil uttan mun til, um ein sjálvur hevur skuldina ella ikki. Tað kann jú henda, at bilurin verður árendur, uttan at viðkomandi ger vart við seg, ella talan kann vera um eldsbruna. So bert við ábyrgdartrygging kann ein koma illa fyri, tó at ein ikki sjálvur rennur á. Kavi, vindur og mjørki Á tryggingini er tað sum oftast kavi ella nógvur vindur sum ger, at tey fáa fráboðanir í størri bylgjum. Men eisini mjørki kann vera ein vandi í ferðsluni, og tað merkja tey eisini á biltryggingini. Bjartur Dalsgarð sigur, at sum ein høvuðsregla skal tryggingin altíð gjalda, tá ein skaði hendir. Men sjálvandi eru undantøk. Hesi eru í høvuðsheitinum tá skaðin verður elvdur við vilja ella av grovum óskjeytni. Spurningurin er so, hvat tað verður nevnt, um fólk til dømis koyra í líkindum, sum vóru mikudagin, bert við summardekkum. Tað verður í hvørjum einstøkum føri mett um slíkt, og Bjartur Dalsgarð sigur, at teir halda seg til tryggingarreglurnar og ta rættarpraksis, ið hevur verið framd seinastu árini. Hetta skuldi so sjálvandi eisini tryggja teimum, ið hava biltryggingar, eina rættvísa framferð. Leo Poulsen 21 bilar fingu skaða í 12 óhappum Hálkan kom óvart á: Fólk eru stutt sagt ikki nóg ansin, tá umstøðurnar eru so ringar sum tær vóru mikudagin, sigur Petur Poulsen, varastøðleiðari á Politistøðini í Havn Tað gjørdist eftir øllum at døma bert til eitt lítið nos við kavanum hesaferð, tó at hann var hin mesti, vit higartil hava havt í vetur. Kortini ávirkaði hann arbeiðsdagin hjá løgregluni, sum 12 ferðir var úti við blokkinum og skrivaði frágreiðing um ferðsluóhapp. Tíbetur var talan bert um materiellan skaða, men í tí eina førinum var ein kona tó koyrd á skaðastovuna. Hetta hendi, tá ein bilur fór út av vegnum Inni á Sundi. Konan, ið koyrdi bilin, var við barn, og tí var mett best at koyra hana á skaðastovuna til tess at tryggja sær, at einki var áfatt. Best er at vera fyrivarin í slíkari støðu. Konan slapp heim aftur eftir kanningina. Men hóast talan >>bert<< var um 12 óhapp, so fingu ikki færri enn 21 bilar skaða. Flestu óhappini hendu inni í býunum. Fólk eru ov líkasæl Petur Poulsen, varastøðleiðari á Politistøðini í Havn sigur, at tað er skelkandi, so líkasæl fólk eru í ferðsluni undir slíkum umstøðum. Sjálvur hættaði hann sær ikki at fara til arbeiðis í bili, og tá hann um 5-tíðina fór til húsar aftur, undraðist hann sáran á atburin hjá nógvum bilførarum. Bilarnir vóru í fleiri førum undir í kava. Førararnir høvdu bert skava so fræggt burtur av forrútinum, at teir sóu so dánt hvønn veg teir vendu. Hesir bilførarar hugsa seg lítið um, tí hvussu skjótt er tað ikki at gera fólki, ið er til gongu, skaða undir slíkum umstøðum, spyr varastøðleiðarin. Hann vísir eisini á, at bilarnir yvirhøvur vóru ov illa skøddir til tann kava, ið var mikudagin. Løgreglan var sjálv úti og koyrdi við spildurnýggjum píkadekkum, men var noydd at seta bilin, tí førið var ov vánaligt. Ikki fyrr enn teir settu ketir undir, bar til. Koyra varisliga Hóast nógvu ferðsluóhappini heldur Petur Poulsen kortini ikki, at fólk koyra ov skjótt og harvið verða útsett fyri óhappum. Í flestu førum koyra fólk varisliga, men tá bilurin ikki er skøddur til tað førið, sum er, og fólk hartil kanska bert síggja beint fram - og nóg illa tað - so sigur seg sjálvt, at umstøðurnar ikki eru tær bestu. Eisini kunnu vera trupulleikar við parkeraðum bilum. Varastøðleiðarin vísir á, at tann eini bilurin, sum stóð parkeraður, varð árendur tvær ferðir. Summir bilar høvdu bert summardekk, og tá umstøðurnar vóru sum tær vóru mikudagin við krapa, so nyttar einki annað enn ketur. Hetta blaðið verður dagført mánadagin komandi Vegna tekniskar trupulleikar hósdagin og fríggjadagin bar ikki til at dagføra Internetsosialin Men tilfarið verður kortini lagt út á Internetið mánadagin Sosialurin biður orsaka óhappið Blaðstjórin Leygardagur 7. februar 1998 Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Støðugt arbeiði á Fiskavirkinum í Gøtu í nærmastu framtíð Arbeitt verður í tveimum vaktum á virkinum, sum tilsamans hevur eini 100 fólk í arbeiði LTey virkini eru fá, sum ikki eru undir veingjunum hjá Føroya Fiskavirking. Men kortini eru eingi tekin til, at tey ikki standa seg í kappingini. Eitt av teimum góðu gomlu virkjunum er Fiskavirking í Gøtu. Teir standa og hava eisini altíð staðið uttanfyri ætlaðu monopol-fyritøkuna, og teir hava staðið seg væl. Fiskurin verður fyri tað mesta keyptur á Uppboðssøluni. Seinastu árini hevur Fiskavirking í Gøtu >>specialisera<< seg í at salta serliga brosmu og longu, men eisini toskur og nakað av blálongu verður arbeitt á virkinum. Umframt hetta er laksakryvjing ein munandi táttur í arbeiðinum, eins og nakað verður framleitt av feskum. Tvær vaktir Meginparturin av arbeiðsfólkinum kemur sjálvandi úr Gøtu, men nøkur fólk úr Leirvík og Fuglafirði arbeiða eisini á Fiskavirkinum. Arbeiðið fer vanliga fram í vaktum. Arbeitt verður vanliga tíð frá 8 á morgni til 5 á kvøldi, og so møtir ein kvøldvakt. Henda er tó ikki eins stór og dagvaktin. Og kvøldvaktin arbeiðir sjálvandi ikki, um lítil fiskur er. Men higartil í ár hevur arbeiðið verið støðugt, tó at tað í hesi vikuni var heldur slakari enn vanligt. Fiskavirkið í Gøtu er stórt arbeiðspláss og tískil sera týdningarmikið fyri bygdina. Tilsamans arbeiða eini 100 fólk á virkinum - og sum nevnt eru tey allarflestu teirra úr Gøtu. Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Einki røkist fyri eini loysn í nærmastu framtíð Ósemjan í íslendska fiskivinnuni er so mikið stór, at væntað verður ikki, at nøkur loysn er í eygsjón fyrstu vikurnar. Men júst tí at støðan er so álvarslig, ikki bert fyri fiskivinnuna, men eisini fyri samfelagið, verður væntað, at Altingið fer at leggja upp í og loysa trætuna við lóg, hendir einki rættiliga skjótt Verkfallið millum íslendskar fiskimenn hevur lagt alla fiskivinnuna lamna í Íslandi. Kravið hjá fiskimonnunum er, at fiskaprísurin skal hækka upp á sama støði, sum hann er á uppboðssøluni. Og tað vil siga eini 15%. Støðan er soleiðis, at fleiri av íslendsku vikrjunum eiga egnar trolarar, sum sostatt landa til virkið. Prísurin er sum nevnt eini 15% lægri enn tað, ið hevði fingist á uppboðssøluni, og tað eru fiskimenn ónøgdir við. Íslendska sjómannafelagið fór í verkfall fyrr í vikuni, men samráðingar vóru kortini. Men so breyt ein bátur í Vestmannaoyggjunum verkfallið mikukvøldið, og hetta hevði við sær, at semingsumboðini hjá fiskimonnunum rýmdu av semingsfundinum. Báturin úr Vestmannaoyggjunum kom inn aftur í gjár, og semingsumboðini fyri fiskimenninar avgjørdu tískil at fara aftur á fund í gjárkvøldið. Stendur í botni Men eingi útlit eru fyri eini loysn á málinum. Fiskimenn krevja eisini, at umsetiligheitin av fiskakvotunum verður minkað. Í dag er møguligt at umseta upp til 50% av samlaða fiskiskapinum, og hetta krevja fiskimenn verður minkað niður í 10%. Sum er verður kortini ikki so stórur partur av kvotunum handlaður. Eini 35.000 tons verða handlað millum reiðaríini. Reiðarafelagið sigur, at fiskivinnan megnar als ikki eina príshækking upp á 15%, og verður hetta endin kann roknast við, at ein stórur partur av vinnuni fer fyri bakka. Uppboðssølan virkar undir heilt øðrum fyritreytum enn tey stóru virkini, sum keypa fiskin frá egnum skipum. Men fiskimenn halda fast við sítt, og tískil stendur rimmarfast í botni. Vanlukka fyri lodnufiskiskapin At verkfallið kemur júst nú, er einki minni enn ein vanlukka fyri íslendska lodnufiskiskapin. Vanliga er besta lodnutíð í februar mánaði. Tá er lodnan eisini full av rognum og av sera stórum týdningi fyri japanska marknaðin. Verður eingin lodnufiskiskapur kann hetta í ringasta føri merkja, at Ísland missir henda sera týdningarmikla japanska marknaðin. Talan er sjálvandi eisini um stórar peningaupphæddir, ið fara fyri skjeyti. Upp ímóti einum 18 mió. krónum verður mist hvørt samdøgur, og samlaði missurin verður mettur til í minsta lagi 400 mió. í føroyskum krónum. Íslendingar eru eisini ørkymlaðir av støðuni, ikki minst tá hugsað verður um, at meðallønin hjá einum vanligum dekkara á størstu lodnuskipunum í februar mánaði í fjør var heilar 80.000 krónum - føroyskar, væl at merkja. Altingið kanska uppí trætuna Fiskimenn siga, at høvuðsendamálið við verkfallinum er at steðga kvotaspekulatiónini. Teir vilja hava eina veiðiskyldu uppá 90%. Hetta hevði merkt, at bert eini 20.000 tons av heildarkvotuni, sum í fjør var 200.000 tons, kann handlast. Tað hevur víst seg, at menn og feløg uttanfyri Ísland hava keypt upp kvotu, sum teir síðani leiga víðari, uttan at fiska hana sjálvir. Hetta vilja fiskimenn hava steðgað - ella í hvussu er minkað. Reiðararnir siga seg vera til reiðar at tosa um hetta, men fiskimenn halda samstundis fast um kravið um at prísirnir skulu vera á sama støði sum á uppboðssølunum, tó at ikki verður selt til uppboðssølurnar. Og her stendur fast. Men av tí at støðan er so álvarslig meta eygleiðarar, at Altingið helst fer at leggja uppí trætuna. Hendir einki, fara eini 6000 fólk at gerast arbeiðsleys av verkfallinum, og uppaftur fleiri fara at merkja sviðan av tí. Ikki minst tí verður væntað, at ríkisstjórnin fer at leggja uppí og steðga verkfallinum við lóg, hendir einki í samráðingunum teir komandi dagarnar. Kelda: Edvard T. Jónsson Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fuglfirðingar fara nú at stevna Landsstýrinum eftir fleiri milliónum Havsbrún í Fuglafjørði krevur endurgjald frá Landsstýrinum fyri tað, tey hava mist av tí, at ídnaðarskipini mistu veiðiloyvi undir Føroyum. Stjórin á Havsbrún vónar at vit fáa politikarar á ting eftir valið sum hava rygg til at hugsa um vinnulívið ístaðin fyri bara at lurta eftir teimum, sum rópa harðast. Tað var ein dyggur smeitur fyri Havsbrún og allar fuglfirðingar, tá ið landsstýrið fyri tveimum árum síðani tók loyvið frá ídnaðarskipunum at fiska undir Føroyum. Men leiðslan á Havsbrún ætlar ikki at lata landsstýrið sleppa so. Tí nú verður síðsta hond løgd á eitt endurgjaldskrav, sum Havsbrún ein av døgunum fer at leggja ímóti landsstýrinum fyri tann vinning, virkið hevur mist av tí at ídnaðarskipini mistu veiðiloyvið undir Føroyum. Vit fara at krevja endurgjald fyri hvørt árið, ídnaðarskipini ikki sleppa at fiska undir Føroyum, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún. Fyribils verður sostatt talan um endurgjald fyri tvey ár. Bergur Poulsen sigur, at tað er ikki nágreiniliga roknað út, hvussu stórt endurgjaldið verður. Men hann metir, at tað fer at liggja onkustaðni ímillum fimm og 10 milliónir um árið. Somu sømdir sum skipini Bergur Poulsen sigur, at táið Landsstýrið hevur góðtikið, at ídnaðarskipini skulu fáa endurgjald fyri at tey mistu veiðiloyvi, mugu virkini á landi, eisini fáa tað. -Skipini hava bygt sítt tilverugrundarlag á ídnaðarfiskin. Tað sama hava vit. Men hava politikarar ikki loyvi at skipa fiskivinnuna undir Føroyum, sum teir vilja? -Jú, tað hava teir. Teir hava eisini loyvi at jarðleggja alt Føroya land. Tað verður ongin koyrdur í geglið fyri tað. Tað er ongin, sum mótmælir teirra rætti at stýra. Men teir hava sjálvir góðtikið, at teir eru noyddir at betala endurgjald táið teir taka grundarlagið undan eini vinnugrein, í hesum føri til ídnaðarskipunum. -Okkara støða er ikki petti øðrvísi enn tann hjá ídnaðarskipunum. Ídnaðarfiskurin undir Føroyum er eisini grundarlagið undir okkara virksemi, sigur stjórin á havsbrún Vit høvdu aldri funnið uppá at bygt virki, høvdu vit ikki ídnaðarfiskin undir Føroyum at dúva uppá, leggur hann afturat. Tí eigur Landsstýrið eisini at veita okkum endurgjald, javnbjóðis við ídnaðarskipini, sigur Bergur Poulsen. Hava mist 30.000 tons Hann sigur, at tað var ein vanlukka fyri Havsbrún og fyri fuglfirðingar sum heild, at ídnaðarskipini ikki sleppa at fiska undir Føroyum longur. Hetta hevur kostað okkum 30.000 tons av rávøru um árið. Og tað í bestu tíð, táið rávørutrotið er størst og prísurin á hvítingsbróðuri tí í topp. Tvs, í tíðini frá august til mars. Hvítingsbróðurin hevur verið brúktur til fóður. Men stórar ætlanir vóru frammi um at gera aðrar vørur burturúr honum eisini. -Royndirnar í tí sambandinum vóru komnar væl á veg. Men nú er alt farið í vaskið, sigur stjórin á Havsbrún. Tí eru vit komin í eina sera óhepna støðu, leggur hann afturat. Vit hava ikki sæð fiskabein í eitt hálvt ár nú, so støðan er ógvuliga trupul. Bergur Poulsen sigur, at tað arbeiða eini 60 fólk á Havsbrún og virkið hevur tí ómetaligan týdning fyri lokalsamfelagið. -Fuglafjørður stendur og fellur við Havsbrún. Tí tað mesta av tí virksemi, sum er í Fuglafjørði, er avleidd av virkseminum hjá Havsbrún, m.a. av teimum skipum, sum hava verið í Fuglafjørði. -Ídnaðarfiskurin undir Føroyum hevði verið við til at tryggja hesum fólkum støðugt arbeiði. Enn hava tey hampiliga støðugt arbeiði á Havsbrún. Men tað er bara tí, at Havsbrún eisini hevur eina fóðurdeild. Somuleiðis er sum mest av viðlíkahaldið lagt til um heystið. Men hvussu leingi vit klára at halda skútuna flótandi uppá henda mátan er ein stórur spurningur. Bergur Poulsen sigur, at umframt arbeiðsplássini, sum nú eru á Havsbrún, eru eini tíggju, nýggj arbeiðspláss farin fyri skeyti av tí, at tær nýggju royndirnar, vit vóru í holt við, eru farnar fyri skeytið. Og harumframt hava fuglfirðingar mist eini 10 arbeiðspláss í vinnum, sum høvdu verið avleiddar av hesum. Og so eru tað sjálvandi tey 30 - 40 arbeiðsplássini umborð á ídnaðarskipunum, sum eisini eru mist. Beint Ímóti øllum tilráðingum Bergur Poulsen sigur, at landsstýrið tók veiðiloyvini frá ídnaðarskipunum beint ímóti øllum tilráðingum. Tað er ongin lívfrøðilig, vinnulig ella fíggjarlig grundgeving fyri at banna ídnaðarveiði undir Føroyum. Tað vil siga, at hetta er tann beri politikkur. Og tað má fáa avleiðingar. Hann sigur, at fiskifrøðingar hava beinleiðis mælt til at fiska eini 30.000 tons av ídnaðarfiski undir Føroyum. Men er tað ikki rætt at tað er so nógvur hýsumurtur uppií, at ídnaðarfiskiskapurin er skaðiligur fyri annan fiskiskap. Fyri tað fyrsta fer ídnaðarfiskiskapurin fram á einum sera avmarkaðum øki. Tað er sum eitt lítið frímerki afturímóti øllum Føroyagrunninum. Og harafturat er ein rist uppfunnin sum ger hjáveiðina av hýsumurti nógv minni, enn annars. Men tað verður jú sagt, at ristin ger ongan mun, at hon er tað bera "bluff" Hatta er nakað sum verður sagt, uttan at prógv eru fyri tí. Hinvegin hava fólk frá Fiskirannsóknarstovuni verið við skipum, tá i ristin er roynd. - Og eg haldi, at eg velji at trúgva teimum, heldur enn tí, sum verður tikið úr leysari luft. Men Bergur Poulsen sigur eisini, at náttúran er so háttað, at tað slepst ongantíð undan eini ávísari hjáveiði. Men í hesum føri er talan um hýsumurt. Og tað yvirlivir kortini bara ein brotpartur av tí, sum verður gýtt. Náttúran er so vísiliga innrættað, at hon "framleiðir" í yvirmát av yngli. - Tí hevur hjáveiðan lítlan og onga ávirkan á hýsustovnin. Men vit eiga eisini at gera virðini upp. Vøran, vit gera burturúr ídnaðarfiskinum, er einar 70 milliónir verd um árið. Og fóðuri verður til laks, sum eisini verður útflutt fyri stórt virði. Virðið av hýsu, vit møguliga missa av ídnaðarfiskiskapinum, kemur ikki nær og námind upp á tað virðið, ídnaðarfiskurin gevur okkum. Nú verður sagt, at hýsan er rættiliga við at koma fyri seg aftur og at orsøkin er, at ídnaðarskipini vórðu beind burtur fyri tveimum árum síðani? Hatta er tikið úr leysari luft. Tað er neyvan nakar samanhangur tað, at ídnaðarveiðan helt uppat og tað, at meiri hýsa er at fáa nú. Ikki mist allar vónir Eftir, hvat skilst á Bergi Poulsen hava tey ikki mist allar vónir um at fáa løgtingið at geva ídnaðarbátunum veiðiloyvi undir Føroyum aftur. Eg havi tíverri ongar vónir um, at tey, sum nú manna løgtingið, hava rygg til at taka vinnlívsmál í álvara. Tey eru meiri upptikin av bankakanningum, inniluftini á Kambsdali og yvirtøkuni av kirkjuni og øðrum slíkum málum, sum neyvan koma at hava nakran sum helst týdning fyri kappingarførið hjá vinunni Men nú er eisini valár. - Og í valári verður bara hugsa um valagn. Nú verður ikki hugsa um sakligan politikk. Nú verður bara hugsað um, tað sum kann geva nakrar atkvøður. Men táið valið hevur verið, vóni eg, at vit hava fingið fólk á ting, sum hava rygg til at føra skilagóðan vinnulívspolitikk - sum tískil fara at taka ídnaðarfiskiskapin undir Føroyum uppaftur. Tá fara onkrir uttan iva at mótmæla, og siga, at nú kunnu ídnaðarskipini so ikki sleppa aftur undir Føroyar, tí tey hava fingið endurgjald. Men við teir fari eg at siga, at tað endurgjald, skipini hava fingið er ikki meir enn eitt rímiligt endurgjald fyri tað, tey hava mist higartil. sigur bergur Poulsen. Okkara náttúra er so kørg, at tað er skilaloysi út um alt mark, ikki at gagnnýta hana til fulnar, so leingi tað er á burðardyggum grundarlag, leggur hann afturat. Niclas Johannesen Fiskasølan má laga seg til nýggju treytirnar Sverri Hansen, nevndarformaður í bæði Fiskavirking og Fiskasøluni ber ongan ótta fyri, at broytta samstarvið millum Fiskavirking fer at oyðileggja langskygda søluarbeiðið hjá Fiskasøluni á Evropeiska marknaðinum Sverri Hansen hevur onga viðmerking til, at hvørki nevnd ella stjóri í Fiskasøluni vistu um æltaninar hjá Fiskavirking at seta egnan søluleiðara. Eg siti sum nevndarformaður fyri Framtaksgrunnin. At onkur í systeminum ikki er glaður fyri tað, sum hendir; tað má eg liva við. Sverri Hansen leggur enn eina ferð dent á, at talan er um tvær atskildar fyritøkur. Og tað er ikki ábyrgdin hjá Framtaksgrunninum at leggja bond á leiðsluna við ymsum krøvum um, hvussu í hesum førinum leiðslan á Fiskavirking vil arbeiða. Tí so verður toført at plasera ábyrgdina, sigur hann. Sverri Hansen ber heldur ongan ótta fyri, at Fiskasølan missir tær 330 milliónir nær í umsetningi, sum Fiskavirking seldi fyri í fjør. Talan er á ongan hátt um at kvetta á stokkinum, sigur hann.. Fiskasølan er ein tænastufyritøka, og hennara rættur at eksistera er tengdur at, at hon er kappingarfør, sigur Sverri Hansen. Hann ber heldur ongan ótta fyri, at langsiktaða søluarbeiðið fær ein framman á við nýggju gongdini innan føroyska fiskaframleiðslu. Fiskasølan er framvegis ein sterk fyritøka, og tað er vert at minnast til, at meira enn helvtin av søluni hjá Faroe Seafood Prime kom í fjør frá fyritøkum uttanfyri Fiskavirking, sigur Sverri Hansen. Niclas Johannesen Fiskasølustjórin skilir ikki ætlanina hjá Fiskavirking Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Faroe Seafood Prime, hevur ilt við at skilja, hví eigarin av Fiskasøluni - Framtaksgrunnurin - stuðlar størsta leverandørinum - Fiskavirking - at selja uttan um Fiskasøluna Í hálvtóma bygninginum Yviri við Strond situr stjórin á Faroe Seafood Prime Hans Johannes á Brúgv og harmast. Tíðindini um, at Fiskavirking søkir eftir søluleiðara, komu sum ein bumba hóskvøldið. Ongin visti av nøkrum. - Fiskasølan var ikki kunnað. Og tað varð nevndin heldur ikki. Tað er so sjálvsagt undantikið nevndarformannininum, sigur Hans Johannes og sipar til Sverra Hansen, sum er nevndarformaður í bæði Fiskasøluni og Fiskavirking. Og Fiskasølustjórin hevur ilt við at skilja Framtaksgrunnin í hesum máli. - Eg skilji ikki, hví tað skal vera so neyðugt við eini slíkari sundurliðing av søluapparatinum, tá kappingin við útheimin júst krevur tað øvugta; nevniliga at vit standa saman, sigur Hans Johannes. Meiningsleyst Faroe Seafood Prime, sum síðan búskaparliga húsagangin er minkað við eini helvt, kann nú roknað við at tódnað upp aftur meira. Í fjør útflutti fyritøkan fyri 850 milliónir krónur. Fiskavirking átti 40% av hesum umsetningum - 330 milliónir krónur. Hans Johannes á Brúgv heldur, at nýggja stigið hjá Fiskavirking er enn eitt dømi um stuttskygdan føroyskan útflutningspolitikk. - Fiskasølan er tann einasta sølufyritøkan í Føroyum, sum veruliga ger íløgur í marknaðaruppbygging. Vit royna at føra ein langskygdan sølupolitikk. Vit hava skrivstovur í Englandi, Fraklandi og Danmark. Og vit hava gjøgnum fleiri ár upparbeitt langtíðaravtalur við stórhandilsfyritøkur, stórkøkar o.s.fr. í Evropa. -Men nú verður torført at liva upp til krøvini frá hesum marknaði, tá vit standa til at missa okkara størsta leverandør, sigur Hans Johannes á Brúgv. Stjórin á Fiskasøluni tekur heldur ikki undir við prátinum um at avgerðarrættur og ábyrgd fara at hanga betur saman, nú Fiskavirking fær sær egna søludeild. - Vit arbeiða 100% saman, tá tað snýr seg um sølu av úrdráttum hjá Fiskavirking. So eg dugi ikki rættiliga at síggja, at tað skal vera ein grundgeving, sigur hann. Nýtt slag av kapping Hóast Hans Johannes á Brúgv á ongan hátt fegnast um nýggju gongdina í trýkant-samstarvinum millum Framtaksgrunnin, Fiskavirking, og Fiskasøluna, so ætlar hann sær ikki at gevast á hondum. - Vit fara at tillaga okkum til nýggju umstøðurnar. Og eg rokni við, at vit fara at standa okkum í kappingini, tí vit hava dugnaligt fólk. Og vit vilja sjálvsagt fegin eisini keypa frá Fiskavirking. - Henda gongdin merkir tó, at verður neyðugt hjá okkum at selja heilan fisk av landinum, ja so fara vit at gera tað, sigur Hans Johannes. Fiskasølustjórin trýr sostatt upp á, at hansara fyritøku er lív lagað - hóast bakkkastið í samstarvinum við Fiskavirking. Hinvegin óttast hann fyri, at sundurskiljingin fer at skaða samlaða útflutningin. Serliga er tað sokallaðu liðugtvørurnar, ið nú mugu víkja fyri minni viðgjørdari vøru. Og so verður inntjeningin til føroyska samfelagið tað minni, um ongin er nóg sterkur at viðlíkahalda tann marknaðin. So fyri Fiskasølustjóran er nýggja stigið hjá Fiskaviring mest av øllum eitt afturstig. Niclas Johannesen Prískappingin av álvara í gongd Fimm dagar aftan á, at tryggingarmonopolið er brotið, ger Føroya Brunatryggin vart við, at pakkatryggingin lækkar Hóast Brunatryggingin í lýsing í blaðnum í dag ger sær stóran ómak at vísa á, at tryggingarprísirnir eru lækkaðir við ikki minni enn 50% síðan 1980, so dylir stjórin á Føroya Brunatrygging Gunnar í Liða ikki fyri, at bíðað hevur verið eftir, hvønn príspolitikk kappingarneytin Trygd førir, nú nýggja felagið kom á marknaðin mánadagin. Sambært stjóranum á Brunatrygging, so ætlar Brunatryggingin ongan kunda at missa orsaka av prísmunum millum Trygd og Førooya Brunatryggiing - Nógvir kundar hava ringt fyri at finna út av prísum, so tað er ongin ivi um, at føroyski tryggingarbrúkarin fylgir væl við, hvar tað loysir seg best at tryggja, sigur Gunnar í Liða. Stjórin á Brunatryggingini vil ikki gera viðmerkingar til ætlanina hjá Trygd at seta seg á ein triðing av marknaðinum. - Eg vil helst práta um, hvat vit á Brunatryggingini ætla. Og ætlanin er greið: Ongin kundi skal fara frá okkum, tí tað loysir seg betur at tryggja aðrastaðni. Støðan hjá Brunatrygging er tann, at við monopolbrotinum kann tað í veruleikanum bara ganga afturá. Gunnar í Liða harmast tó á ongan hátt um, at politiski viljin nú er, at kappast skal á tryggingarøkinum. Hann heldur tvørturímóti, at tað er spennandi við kapping. Og príslækkingini 1. mars sær tað út til, at størsti vinnarin av fríu kappingini verður brúkarin. Jógvan Isaksen Ikki ber til at skriva í einum lítlum samfelag, 2. partur Annar partur av grein hjá Jógvani Isaksen um Endurminningarnar hjá Heðini Brú Lesnaður Tá ið hann er fermdur siga foreldrini við hann, at hann má leggja av at sita og lesa yrkadagar, og at hann í staðin skal leggja seg eftir onkrum nyttugari, so hann kann lívbjarga sær í bygdini. Útbúgving kann tað ikki vera talingur um, bæði tí at pengar skulu til, og tí at heilsan er so vánalig: >>Henda samrøða við foreldrini beit seg so fasta í meg, at tað er ikki at siga frá. Eg fataði hana so, at tey hildu eg var ikki rætt siktaður, at eg nyttaði einki til nakað. Tað var ikki lætt at taka, enntá sjálvan fermingardagin<<. Hetta er ikki seinasti stoyturin, frásøgumanninum verður fyri, men hann stríðir seg ígjøgnum. Langt umsíðir fær lesarin at vita, at tað er eitt magasar, sum ger høvundinum somikið fortreð, og at orsøkin er skeivur kostur. Við vegleiðing og røttum kosti er hann einki øðrvísi enn onnur. Tá ið høvundurin eftir lokna útbúgving vitjar heimbygdina, áðrenn hann skal taka við starvinum í Havn, hevnir hann seg. Bygdarmenninir bjóða honum vælkomnum, og hann svarar speiskliga: >>Jú, takk fyri tað. Men tit vita væl, at eg eri so latur, at eg fari skjótt avstað aftur, tími ikki at ganga her fyri einki rættiliga leingi<<. Foreldrini dylja ikki á nakran hátt, hvat ið tey halda um bøkur og lesnað: >>Ja, [...] tekur tú ikki betri partar fyri teg, verður tú sum skyldmaðurin, Símun í Gomlustovu. Hann las seg heilavillan og varð ein ónytta í lívinum<<. Hvørja ferð, hann nærkast einari bók, eru foreldrini á kroppinum á honum: >>Nú, stakkalur, leggur tú teg við bókini, fer tú ikki heldur at spinna eina løtu?...<< Tann áðurnevndi maðurin, sum hjálpti honum til skips, fortelur, at foreldrinum hjá honum hava arbeitt so hart við garði og jørð, at tað er ikki lívsmegi til annað. Tí skilja tey ikki, at sonurin vil lesa og læra. Bygdarfólkið hevur heldur einki álit á Heðini Brú, men sambært tað nevnda mynstrið, mugu tey lúta og viðganga, at tey fóru skeiv: >>vit harmaðu foreldur tíni, tí tú sat bara og las, legði einki í hvussu tey royndu at rætta upp á teg. Men nú hoyri eg, tær hevur gingið væl á útiferðini, hóast tú fekk onga hjálp heiman. Ja, tað er ein smeitur fyri okkum øll, sum stóðu ímóti tær<<. Men tað eru minni enn so øll, sum vilja bakka so langt: >>Ja, ja, tú sat og las í uppvøkstrinum, í staðin fyri at hjálpa pápa tínum. Men nú er úrslitið gott, tú fær eitt lívsbreyð burtur úr lestrinum. Øðrvísi við vinmanninum hjá tær, Klæmuti. Hann las frá vøggustokkinum og lesur enn. Hvat hevur hann fingið burturúr?<< Hugburðurin er ikki ólíkur honum hjá Ketilskonu í >>Feðgum á ferð<<. Heldur ikki hon vil lúta fyri nýggju tíðini. Kenslan av at vera órættaður er stór, og hóast tað nógva staðni í >>Endurminningum<< verður varpað ein glæma av mildni yvir tær gomlu hendingarnar, so verða tær ongantíð gloymdar. Humor og angist Humorin hjá Heðini Brú vísir seg á ymiskan hátt í skaldskapinum, m.a. við at hann lýsir, hvussu børn ikki abstrahera, men fata tað, fólk siga, bókstaviliga. Hetta slagi av humor finst t.d. í tí yndisligu, lyrisku søguni >>Emanuel<<, men kemur í hæddina í byrjanini av >>Endurminningum<<. Tá ið umhvørvi og hendingar skiljast heilt bókstaviliga av einum smádrongi slepst ikki undan, at tey fáa ein skemtiliga dám. Og tá ið hann ikki fær nakra reiðiliga frágreiðing upp á tað, hann spyr um og noyðist at gera sína egnu, eru vit ofta í komikkinum. Smádrongurin fær frá mammu síni at vita, at hann má ikki signa hundin, tí hesin er heiðin: >>Eftir sat eg og grundaði yvir, hvat tað var at vera heiðin, kom til, tað var at hava hala, fann mær so okkurt at binda upp á meg til hala, gekk síðan málmikil um roykstovuna og spældi heiðin<<. Heilaga andan fatar drongurin soleiðis: >>Uppi yvir Gud faðiri á myndini var ein dúgva, tað var heilagi andin. Hann sá eg á bønum viðhvørt, men síðani visti eg einki um hann soleiðis<<. Bókin er annars gjøgnumsúrgað av tí eyðkenda varliga humorinum hjá høvundanum, sum hendingaferð verður til barokkar leikir. Barnaheimurin verður minni enn so bara lýstur á tann skemtiliga bógvin, angistin ger eisini skjótt vart við seg. Tá ið drongurin fýra ára gamal liggur við meslingum, er hann so ófriðarligar, at systirin finnur uppá >>rulkin<<, sum bítir børn, ið liggja og rópa í seingini: >>Við rulkinum kom tað illa og hættisliga inn í mína barnatilveru. Hóast hetta byrjaði so meinaleyst og í spølni, kom tað tó at hava stórar avleiðingar<<. Fleiri ár eftir hetta ríður rulkurin honum sum marran, og ikki fyrr enn mamman sigur við hann, at rulkurin er ikki til, at tað bara er nakað, tey hava lokkað fyri honum, tekkist ein ljósari heimur: >>Eg siti einsamallur eftir undir sólheita vegginum, heilt ovbyrjaður av hesum, mamman hevði sagt. Rulkurin var ikki til, segði hon. Og eg hómaði ein nýggjan himmal og eina nýggja jørð, var eisini ógvuliga ovfarin, at tey vaksnu høvdu lokkað fyri mær. Aldri var tað komið mær í hug, at tey kundu lokka soleiðis<<. Sannførdur er drongurin kortini ikki, og mamman má fullvissa hann um, at tað passar, at tey hava logið, og somuleiðis, at tey ikki hava logið um Gud, einglarnar, illamann og teir illu andarnar. Hóast drongurin kennir ein ómetaligan lætta, so er ótryggleikin komin inn í heimin. Fyrr var einki mark í hansara verð - >>Mark millum veruligt og óveruligt lív var ikki til<< - men nú er heimurin broyttur. Tað sjálvsagda í tilveruni er horvið, tað er vorðið umráðandi at hugsa seg um. Endurminningar og skaldskapurin Grundarlagið í øllum skaldskapi er onkursvegna egnar royndir, men í skaldskapinum hjá Heðini Brú kann tað tykjast serliga stutt ímillum upplivingar og skriving. Tá ið tú lesur >>Endurminningar<< heldur tú teg í heilum kenna temu og fyribrigdir aftur úr bókunum. Hvussu nær, Heðin Brú siglur veruleikanum, sæst av svarinum eg fekk, tá ið eg einaferð spurdi hann, hví støddin á garðinum ikki er nevnd í skaldsøguni >>Tað stóra takið<<: >>Orsøkin er tann, at eg vil ikki peika beint á eitt vist hús í míni bygd. Nevndi eg støddina á hesum garði, var hann eitt eindømi í allari oynni<<. Á annan bógvin liggur tað nær at gera ein samanburð millum endurminningar og skaldskap, fyri á tann hátt at finna út av í hvussu stóran mun, høvundurin beinleiðis nýtir egnar royndir. Sjálvur segði hann einferð: >>Eg skrivi helst fyri at siga frá míni bygd<<. Á hin bógvin er tað áhugaverda í eini ávísan av samsvari millum ævisøgu og yrking ikki eyðsæð, tá ið eitt grundleggjandi forvitni er undantikið. Vónandi verður kortini ein glampi av ljósi varpaður yvir viðurskiftir millum lív og verk. Tað er fyrst og fremst Høgna úr >>Lognbrá-Fastatøkum<<, lesarin kennir aftur í endurminningunum. Høgni er ikki Heðin Brú, men tað er nógv í umheimsfatan og upplivingum frá barnaárum og fyrstu ungdómsárum sum líkist. Longu frá fyrst av í >>Lognbrá<< meinar Høgni seg illa viðfarnarn, og Heðin Brú heldur seg eisini hava fingið í meira lagi oman yvir sín kropp: >>Og at eg var eitt óargadýr, var einki at ivast í, so mikið var njelt á meg um dagarnar<<. Men hann kennir ikki, mótvegis Høgna, at yngstu árini vóru ólukkulig - eydnuloysiskenslan kemur tó seinni -: >>Hóast hetta ræðuliga víggið, sum stóð um meg mangt myrkt vetrarkvøld, stendur heimið í fyrstu barnaárunum fyri mær sum eitt fjálgt reiður<<. Fyrstu fjallaferðirnar hjá Heðini Brú og Høgna eru ógvuliga líkar, og eins og hjá Høgna broytist umheimsfatanin hjá Heðini Brú, eftir at hann hevur verið uppi á fjallinum, og hann reiðiliga skilir, at tað finst ein heimur uttan fyri heimbygdina. Lýsingin av ódnarveðrinum í >>Fastatøkum<< og tann í endurminningunum eru ógvuliga líkar, og tað er uttan iva tann sami stormurin, sagt verður frá. Fyri Høgna fær ódnarveðrið tann avgerandi týdning, at hann verður varur við møguleikan fyri týning og tað fær hann at virðismeta lívið øðrvísi. Tað, sum áður vóru trupulleikar, hann ikki kundi vinna á, verður til týdningarleyst smáputl. Í >>Endurminningum<< verður tað sagt soleiðis >>Tað var sjálvt lívið, sum nú alt í einum stóð so ómissiligt og ljómaði fyri mær, sá tað mestsum frá í erva í dárandi ljósi og litum, hátt hevjað yvir allan gerandisdag. Nú dugdi eg ikki at fata, hví eg nakrantíð hevði kent hetta dýra lív sum eina byrðu, ið mær stóðst við og mangan hevði hug at kasta frá mær. Og eg lovaði so staðiliga, at eydnaðist mær at koma livandi burtur úr tí, sum nú leikaði á, skuldi eg aldri aftur lítilsmeta lívið, hvat ið síðani gekk á, og hetta havi eg trúliga hildið til henda dag<<. Hetta seinasta stendur sum ein samandráttur av lívsáskoðanini hjá Heðini Brú. Hamskift vaksin Tær fylgjandi skaldsøgurnar gera ikki so nógv vart við seg í endurminningunum, kortini koma einstøk brot fyri. Í grindadrápinum í >>Feðgum á ferð<< gerast friðarligir menn garvillir. Í endurminningunum eygleiðir drongurin tað, sum fer fram á rættini, og hann hevur ilt við at kenna menninar aftur: >>Mær var alt hetta so ófatiligt og ótrúligt. Somu menninir, sum gingu so blíðir heima í túninum, eymkaðu børnini, um tey beklaðu eina tuflu. Her hava teir verið og rikið neyðars seyðin úr fjara haganum í tronga, leggja so á hann við knívum at meinsla. Vit børn verða hartað, bert vit slíta eitt bein av einum grindalokki. Altíð er so nógv ófatiligt við teimum vaksnu<<. >>Leikum fagurt<< viðger spurningar, sum í høvuðsheitum verða lopnir um í endurminningunum, og hvat viðvíkur >>Men lívið lær<< og >>Tað stóra takið<<, so eru tað bara hendinga brot úr bygdarlívinum, sum lesarin ber kenslu á. Ein partur av stuttsøgunum eru minningarbrot, meira og minni tilevnaði, og summi av teimum kennast aftur í >>Endurminningum<<: skúlatíðin (>>Mín fyrsti skúladagur<<), at barnið hevur ilt við at skilja ímillum yrking og veruleika (>>Ovari vegur<<), ein vinmaður í barnaárunum gerst blindur (>>Hin langa náttin<<), ein vognferð í Danmark, har høvundurin koyrir sum vitleysur (>>Rennur og rennur foli mín<<). Í endurminningunum fortelur høvundurin um ein dreym, har hann spælir og síðani berjist við eitt kópahøvd. Hann hevur jú aldrin sæð annað av kópi. Hetta fyribrigdi gongur aftur í tí mytisku søguni >>Innidagurin<<, har drongurin roynir at umskapa seg til ein kóp, men má lata sær lynda við høvdið, sum er tað einasta, hann kennir. Í tí beisku søguni >>Landnámsmaðurin<< (hon stendur í Jólastjørnuni frá 1972) kemur frásøgumaðurin heim eftir at hava verið burtur í longri tíð og uppdagar, at húsini hjá foreldrunum eru niðurtikin av elsta beiggjanum. Sambært endurminningarnar byggir søgan í fittan mun á egnar upplivingar. Hóast ein er varin Tá ið ein rithøvundur skrivar endurminningar, roknar lesarin við, at tað á onkrum støði verður nortið við skaldskapin. Men Heðin Brú sigur næstan einki um sína skriving, bert hissini nevnir hann hana, og hon er aldrin evni í bókini. Grundin er ivaleyst hon, at endurminningarbókin í høvuðsheitum viðger tann unga Hans Jacob Jacobsen, áðrenn hann er vorðin rithøvundurin Heðin Brú. Fyrsta bókin verður nevnd, men um somu tíð broytast endurminningarnar, og ytri hendingar fáa meiri og meiri týdning, samsvarandi viknar tann ævisøguligi parturin. Har, sum ein umrøða av skaldskapinum natúrliga hoyrir heima í samanhanginum, broytir høvundurin kós, og lesarin verður sleptur upp á fjall við sínum forvitni. Hóast tær mongu bygdarsøgurnar, ið koma út á føroyskum og tí mikla áhuganum fyri lívsssøgum annars, so er lítil ivi um, at trupulleikar eru við at skriva ævisøgu í okkara samfelag. Eg skal tí taka samanum við at endurgeva tvey brot hesum viðvíkjandi frá Heðini Brú. Tað fyrra er úr samrøðu við Bjarne Nielsen Brovst: >>-Havde jeg vidst, det var så svært at skrive erindringer, havde jeg ikke indladt mig på det. Hvorfor ikke? Fordi det, jeg gerne vil skrive, kan man ikke skrive, det kan jeg ikke godt lide... så skal man lade være... det bliver så kedeligt, når det skal være pænt. Jeg vil ikke såre nogen. Slægten lever måske<<. Tað seinna er úr brævi til Jógvan Isaksen: >>Ikki ber til at skriva í einum lítlum samfelag, hóast ein er varin<<. Jógvan Isaksen Ikki ber til at skriva í einum lítlum samfelag, 1. partur Um endurminningarnar hjá Heðini Brú: - Mark millum veruligt og óveruligt lív var ikki til. Heðin Brú >>Endurminningar<<. Greinin er av tekniskum orsøkum sett í tveimum pørtum. Báðir partar standa í hesi útgávu av Internet-Sosialinum Tá ið >>Endurminningar<< hjá Heðini Brú kom út í 1980 var tað ikki púra óvæntað. Tær fyrstu 170 síðurnar, ið siga frá uppvøkstrinum fram til 1918, høvdu áður verið prentaðar í Varðanum frá 1972-1978, og hesin parturin er tann mest livandi og tann við flest brigdum í lýsingini av persónum og umhvørvi. Helst tí, at jú longur aftur í tíðini ein hending er farin fram, jú lættari er at hava hana á lofti, uttan at alt ov nógv fara upp á gos. Men ivaleyst eisini tí at barnaárini á ellisárum gerast týðuligari og týðuligari, meðan vaksnaárini hava lyndi til at fána burtur. Heðin Brú ger í endanum á bókini vart við, at hann hevur hildið seg aftur undir skrivingini av endurminningunum: >>Hetta var so tað sindrið, sum eg havi ætlað mær at skriva. Lítilsvert og einkisligt, tað sigst ikki annað. Brot úr endurminningum, tey sum eg nú havi lagt í at skriva og sum eg havi lagt í at minnast<<. Kortini er hetta >>sindrið<< nærum 400 síður til longdar. Barnaár >>Tað man hava verið lítið veiggj í mær, líka frá tí eg kom undan móðurfaldi<<. Hetta eru fyrstu orðini í >>Endurminningum<<, og tey gera vart við eina aðallind í frásøgnini og í pørtum av skaldskapinum við. Tað er kenslan av at vera heilsuveikur og tískil forfjónaður. Hann eigur ikki lut í felagsskapinum hjá teimum frísku og sterku. Skjótt fær hann ta sjálvsfatan, at hann er eitt býtisbarn, eitt, sum eisini í eygunum á teimum allarnærmastu ikki megnar at gera tað rætta. Líðandi kemur kenslan av at vera órættaður, og nú eru vit í námindu av Høgna í >>Lognbrá<<. Tann mest livandi og hugvekjandi parturin av >>Endurminningum<< er um barnaárini í Skálavík beint eftir aldarmótið. Tann nýggja tíðin er ávegis, men í einari gamlari bóndabygd eru tað mong sum ikki varnast hetta - ella vilja varnast tað - og eina tíð heldur lívið fram sum vant. Hvussu barnið sansar og upplivir verður víst í glógvandi brotum og við sjónarhornum sum dýpa tað lýsta. Spakuliga fylgja vit høvundinum upp ígjøgnum árini og eru við honum og pápanum á fjalli, við hinum dreingjunum eftir pisum, hann rekur gæs og seyð og mangt annað, men bæði sjúkan og tað at vera lítilsmettur av øðrum er honum ein tung byrða. Hetta, hvussu onnur fata hann, gerst høvuðsfíggindin og so serliga hugburðurin hjá foreldrunum. Hann ætlar sær at vísa teimum, at sjálvt um honum dámar at lesa, so er dugur í honum kortini. At sita við bók, varð jú roknað sum tíðarspilla ella tekin um leti. Ein skyldmaður úr aðrari bygd stuðlar honum í at fara til skips, og at hann skal sleppa at lesa, tá ið ikki annað arbeiði er at tríva í. Undir Íslandi og í Keypmannahavn Túrarnir til skips og serliga eitt ódnarveður, sum lesarin kennir aftur úr >>Fastatøkum<<, verða livandi og nágreiniliga lýst, men dronginum vantar fiskieydnu, og hann ger tí av, at hann vil fáa sær útbúgving. Fyrst er hann á ársskeiði á Háskúlanum veturin 1919/20, eitt skeið sum fær ómetaligan týdning fyri hann, og síðani gongur leiðin í 1922 til Danmark. Árini á ymsum gørðum, einamest um Lyngby-leiðina, og á Landbohøjskolen inni í Keypmannahavn hoyra eisini upp í tann dyggara partin av endurminningarbókini. Lýsingin av hvussu hann í heilum líður hungur árini á Landbohøjskolen, men er ov stoltur at siga fólki frá, er sterk. Hon boðar frá tí treiskni sum kravdist, skuldi hann megna at útinna ta ætlan, sum varð løgd heima í Skálavík og umborð á sluppunum undir Íslandi. Seinni verður sagt um hann: >>Tú er ikki av Búðarslagnum fyri einki, treiskt sum skammurin!<< Stríðið við familju og umhvørvi annars, ið ikki litu honum til at fullføra eina útbúgving, fekk høvundin at gera av, at hann vildi aldrin aftur til Føroya. Hann søkir arbeiði í Tasmanien og Kina, men hetta eydnast ikki, og áðrenn langt umlíðir hevur hann - sum hann inni við seg sjálvan alla tíðina hevur tráað eftir - fingið arbeiði í Føroyum. Hann gerst hjálparmaður hjá landbúnarráðgevanum og eftir at hava havt eini tvey onnur størv, verður hann sjálvur landbúnaðarráðgevi. Tveir triðingar av endurminningunum eru um uppvøkstur og útbúgving, meðan tann seinasti triðingurin er frá arbeiðslívinum heima í Føroyum. Vaksnamannaárini fáa sostatt lutfalsliga stutta viðgerð, og ógvuliga fáir persónar verða nevndir við navni. Hesin parturin er tí - hóast vælskrivaður - eitt sindur glærur og blóðlítil. Tað er kanska eisini ilt at hugsa sær, at hetta kann verða stórt øðrvísi í einum so fámentum og ættarkærum samfelag. Órættan sum drívmegi Kenslan av at vera forfjónaður, av ikki at verða virdur er til staðar frá fyrstu byrjan, men í staðin fyri at geva skarvin yvir, gerst okkara høvuðspersónur, hóast sjúku og likamligar veikleikar annars, harðbalin. Hann gloymir ikki, hvussu fólk eru ímóti honum, men vinnur á øllum við tí støðutakan, at hann skal vísa teimum. Frá fyrstan tíð var høvundinum ikki júst spádd nøkur dugnagóð framtíð, og ein maður skal hava sagt um hann, tá ið hann var 1_ ára gamal: >>Hatta, nei hatta er ikki lívført, tak um beinini og slá høvdið í stein, hasum skapast einki burtur úr í hvussu er<<. Og gjøgnum uppvøksturin sigur sami maður javnan: >>Tað hevði eg forsvorið, at tú dró undan ta ferðina vit fóru til Havnar við tær á sinni, tí eg havi aldri sætt so tandrasligt barn<<. Her kemur eitt mynstur til sjóndar, eitt mynstur, sum ferð eftir ferð ger vart við seg: fólk hava ikki álit á tí unga Heðini Brú, men viðganga seinni bilsin, at tey greidliga fóru skeiv. >>Hesin veikleiki hekk við meg upp gjøgnum barnaárini, var tíðum hjá lækna, livdi av sjúkrakosti. Men sum frá leið batnaði so líðandi<<. Hetta kundi verið yvirskriftin til ein fittan part av endurminningunum, og tað lýsir samstundis menningina hjá frásøgumanninum. Orðini hjá H.C. Andersen >>Først gaar Man saa grueligt meget igennem og saa bliver Man berømt<< kunnu ikki uttan víðari nýtast um Heðin Brú, men hann skal ígjøgnum ein reinsannareld, áðrenn hann kemur á sín ásetta sess í tilveruni. Vit eru ikki fjart frá búningarskaldsøguni, sum í bygnaði mangan minnir um endurminningar. Øll barnaárini og vakstrarárini - og seinni við - er hann nervaður av sjúku, einahelst vegna skeiva og viðhvørt vánaliga føði. Men akkurát henda vanheilsa er allarhelst orsøkin til, at Heðin Brú fekk áhuga fyri lesnaði og gjørdist landbúnarráðgevi og rithøvundur og ikki fiskimaður, sum hinir úr somu korum sum hann. Sjúkan er bæði mótspælari og treyt fyri hansara menning. Hon er allastaðni og hevur við sær, at drongurin fær kensluna av at verða illa viðfarin av foreldrunum: >>Og at eg var eitt satt óargadýr, var einki at ivast í, so mikið varð njelt á meg um dagarnar<<. Undirlutakensla ger eisini vart við seg: >>Hesa broyttu støðuna til brøðurnar hugsaði eg nógv um, fataði ikki hví teir vildu ikki hava meg uppi í spæli, helt tað var tí at eg nyttaði einki. Eg var sjúkur og lá tíðum í seingini. Og tann sum tað ger, hann nyttar einki<<. Sjúkan gerst í uppvøkstrinum eitt haft, sum umhvørvið ikki lítur honum styrkina til at gera seg leysan av: >>Mamman helt, eg skuldi ikki sleppa við. Hon hevði einaferð burtur av heft seg við, at eg var sjúkur og einki til mannar<<. Her verður í fáum setningum gjørt vart við, hvat tað er drongurin stríðist ímóti, og hví tað var neyðugt at fara til skips og síðani til Danmark. Fyri at gerast vaksin, er hann noyddur at kvetta alt samband við heimið. Gunnar Hoydal ummælir Jóannes er romantikari Er rithøvundurin svartskygdur? Meira enn so. Tað er ikki kollveltingin, sum umsíðir er komin, tað er ikki politisk medvit og ein skipað ætlan, sum býr undir, men bara tann kalda og blanka øðin. Tað er tann persónliga hevndin, sum slær, í einum samfelagi, har alt samanhald er dottið sundur, og hvør einstakur stendur einsamallur eftir við sínum, skrivar Gunnar Hoydal m. a. í ummælinum Jóannes Nielsen, rithøvundur Gunnar Hoydal ummælir: Jóanes Nielsen: Páskaódnin Mentunargrunnur Studentafelagsins Keypmannahavn 1997 Hvussu bar tað til, at alt fór so út av lagi? Landið fór á húsagang, arbeiðsloysið skolaði alt omanav, ungar familjur mistu hús og heim og máttu rýma av landinum sum flóttafólk, meðan tey sum høvdu ríkað seg upp kláraðu at flyta vinningin og bjarga øllum sínum. Undir í skuld og skomm slongist hetta landið higar og hagar, kanningar verða gjørdar, frágreiðingar verða skrivaðar, men eingin hevði skyldina, eingin verður settur til svars, poltikararnir hugna sær við orðavavstri og smáklandri, men einki hendir. Hvar er tann uppsparda øðin? Øll vita, at hon liggur allastaðni og undir øllum, men hon bara hópar seg upp sum eitt forstoppilsi í tarmunum, kroppurin tusnar upp og bólgnar. Tað stendur til at bresta. Hetta mátti verið gott tilfar hjá einum rithøvundi, og meira enn einaferð hevur verið sóknast eftir skaldsøgum, sum viðgera samtíðina, so ógvuslig og ófantalig, sum hon er. Men hví ger eingin nakað við tað? Nú ger Jóanes Nielsen tað. Ein rættiligan vørr við skaldsøguni "Páskaódnini". Fyri at kunna hava leysari teymar leggur hann søgugongdina nøkur ár fram í tíðina, og hon byrjar við tí øgiligu ódnini, sum fær Havnará at bróta seg úr sínum leinkjum og senda alla óhumskuna, sum har hevur hópað seg upp, út yvir býin. Natúrin hevur reist seg, væl hjálpt, sum tað síðani vísir seg, av urtagarðsmanninum Sámali Kjørvík, Hann hevur fingið nokk, og ein dagin reisir hann seg, bustar moldina av hondunum og fer til verka. Og tað er ikki við mýkindum. Tað endar við drápi, og mitt í øllum rokinum, meðan áin floymir, og alt er ein ruðuleiki, finnur blaðstjórin Arthur Berg høvdið á sakføraranum Gogo í einari spann í kjallaranum. Tungan hongur úti, og úr nasagluggunum stendur ein bust av stívum, svørtum hárum. Skallin vendir niðureftir, og sárið er stroytt við einum neva av grovum salti. Tað, sum eingin veit, er, at restin av manninum hongur uppi á einum jarnrimaveggi, sum onkur hevur sett upp inni í kloakktunlinum, einar 300 metrar oman fyri Sersjantavíkina. Kongar eru borðaðir inn í síðurnar at halda, og tað er hesin veggur, sum typpir ánna í tí øgiliga áarførinum og far hana at koma upp gjøgnum øll rør og rivur og kummur og op. Her hevur hevndareingilin verið, ein sum veit, hvat hann ætlar, og sum dugir síni ting. Bókin er í tveimum. Tann fyrri parturin er um ódnini og drápið og arbeiðið at fáa ánna upp aftur, samstundis sum løgreglan leitar eftir drápsmanninum. Seinni partur, ið er stuttur afturímóti, er sum ein eftirskrift um rættarmálið og avleiðingarnar av uppreistrinum. Brotsmaðurin er ikki urtagarðsmaðurin sjálvur, men ein sum hansara orð hava fest eld í. Býurin er á gosi og heldur við drápsmanninum, men nøkur loysn hómast ikki, hvørki samfelagsliga ella fyri teir persónar, sum hava verið næstir hendingunum. Er rithøvundurin svartskygdur? Meira enn so. Tað er ikki kollveltingin, sum umsíðir er komin, tað er ikki politisk medvit og ein skipað ætlan, sum býr undir, men bara tann kalda og blanka øðin. Tað er tann persónliga hevndin, sum slær, í einum samfelagi, har alt samanhald er dottið sundur, og hvør einstakur stendur einsamallur eftir við sínum. Sosialistar í Føroyum? spyr Magnus Dahl, tann alkoholiseraði arbeiðsmaðurin, ið er tað nærmasta bókin kemur einum høvuðsfólki. Nei, teir eru bara eitt uppkók av gamlari kirkjubønationalismu og fólkapensiónini hjá javnaðarmonnum. Og føroyskir politikarar og embætismenn? Teir síggja ofta út, sum teir akkurát hava fratað, tá ið teir royna at grundgeva fyri sínum hjartamálum. Tað føroyska sæst bara eftir í varðhundaoyrunum, ið eru spesielt konstrueraði til at lofta tí føroysku húgvuni, so hon ikki smokkar niður fyri eyguni. Hugsjónirnar eru ikki til longur, nú er tað handilsskapur. Oljan er komin, Faroe Oil Entreprise hevur keypt gamla apotek og handilin hjá Jacob Lutzen og bygt Europahotellið í átta hæddum uppi á súlum tvørtur um Áarvegin, kloakkirnar er privatiseraðar, sjálvt gravirnar á kirkjugarðinum eru lagdar út til eitt partafelagið, P/F Elysion, at røkja. Havnin er eitt syndugt hol. Sakførarar eru rotturnar í samfelagnum. Brennivínstango. Soleiðis eita nøkur av kapitlunum í bókini. Her er lítil vón, men afturfyri er nógv lív, og tað sum eyðkennir bókina, er tann málsliga og myndaskapandi orkan, ið næstan sum Havnará sjálv spríkjur út millum reglurnar og brotini. Og innímillum er tað ófantaliga stuttligt og vakurt. Veikleikin er samansetingin. Eini 20 persónar fáa navn og høvd og kropp, men hvussu tey hoyra saman, og hvussu hendan hendingin vísir fram til tað næsta ella aftur til tað fyrra, tað er ringt hjá lesaranum at fáa skil á. Kanska tí hann heldur seg hava eina vanliga krimisøgu fyri sær, ella hann hevur sæð ov nógvar enskar sjónvarpsleikir. Og hetta við kroppinum, sum tey fáa, jú, men ofta verða persónarnir sleptir, áðrenn teir eru heilir og hava fest seg; teir eru gloymdir, tá ið teir koma afturíaftur. Hvør var nú hesin, hvør var nú handan? Tað man vera, tí at Jóanes Nielsen er lýriskt skald fyrst og fremst. Hann er ikki episkur, í øllum førum ikki í tí klassisku merkingini, ein, sum dugir at siga eina langa søgu út í allar greinar á tí sama stóra trænum. Hann skapar í myndum og í brotum, í teimum glógvandi løtunum. Tí eru í bókini eisini frágreiðingar og langar samanbindingar, ið eru deydligar og meira sum ífyllur. Tær tyngja meira enn tær bera. Inntil tað aftur brýtur og skyggir. Og at hann dugir at skriva prosa í stuttum formi, tað vita vit frá fyrr og nú eisini her sum í kapitlinum "Ein lítil halgisøga". Tað er um Oskar Íslending, sum er komin heilt ungur úr Íslandi og hevur livað alt sítt lív í eyðmjúkari tænastu hjá kommununi at reinsa ristir og kloakkir og taka tað upp, sum kemur undan fólki. Hann býr í einum neystalofti úti í Bakka, einsamallur, í myrkri, skíggjaður. Nú liggur hann til tað seinasta og sigur sína søgu um ta ferðina, hann fann ein deyðan nýføðing í frárenslinum frá einum kjallara. Hetta verður hansara barn og hansara ábyrgd at fáa tað í jørðina. Hann ber tað burtur í myrkrinum út um býin, út um ánna og niðan undir ein stein kirkjubømegin Sandá. Hann vaskar tí lítla gentubarninum í ánni og leggur tað í ein løriftsposa. Har á steininum situr ein maður í hvítum klæðum og spælir floytu, og hann veit, at Jesus er við í hesum heilaga verki. Søgan er so einføld og vøkur, at hon átti at verið lisin á hvørjum ári hesa tíðina upp undir jólini. Jóanes er romantikari, kanska tann einasti og seinasti, vit eiga. Hann trýr upp á tað góða menniskjað, tað óspilta, arbeiðandi, elskandi menniskjað. Hann skrivar: "Tað passar ikki, sum høvundurin av søguni um Adam og Eva sigur. Arbeiði er ikki ein straffur... Tú avdúkar dreymar og loyndarmál gjøgnum títt arbeiði. Heil skip og heilir býir grógva fram undan tínum hondum. Tað er ikki nakað forbannilsi, at maturin, umframt at smakka av salti, oksa, korni og fiski, eisini smakkar av sveitta. Tað eru korini á jørð." Og tað elskandi menniskja? Her er romantikkurin hjá Jóanesi ikki tann sveimandi kærleikin og tann fjari longsulin, men tað heilaga, sum er beint fyri eygunum. Sum tað livandi kynið í konufólki. Har vakna keldurnar, aðrar stóráir fara upp um bakkarnar, og Jóanes er fúlur upp á ein so hjartagrípandi og óskyldigan máta, at einglarnir mugu smílast og fáa hug at mussa hvønnannan, meðan fanarnir standa útivið og gráta. Eingin annar skrivar sum hann, so lætt og so ramligt í senn. Hann hevur sín egna tóna og sín egna stíl, og tað er blivið so, at vit vænta okkum nógv og bíða í spenningi, tá ið tað frættist, at nú kemur hann við nýggjari bók. Einastaðni skrivar hann: "Tær bøkur, ið ikki fanga tey stóru rákini, ta breiðu streymandi ánna, ið ósmæðin flýtur tvørtur um landmørkini, tær áttu heldur at verið trø, ið gjørdu sína nyttu á jørðini." Tað eru stór krøv at seta, og eg ivist í, um "Páskaódnin" sum skaldsøga er nóg heilskapað til at renna út um hesi mørkini. Men har eru so nógv føgur bløð á greinunum, og tú hevði ongantíð varnast tey, hevði hann ikki við sínum stóra hjarta umskapað træið og gjørt tað til bók hjá okkum at lesa. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Ein spennandi avbjóðing 1. februar fer Marita Petersen undir eina nýggja uppgávu, sum hon hevur hugsað um í fleiri ár. - Eg seti mær sum fremsta mál at veita betri sálarliga og pedagogisklu tænastu, í sambandi við børn og ung, sigur nýggi stjórin. Í farnu viku var Marita Petersen, sett sum stjóri á nýggja Sernámsdeplinum. Hóast hon í nøkur ár hevur verið virkin innan politiska arbeiðið, so hevur hon við síðuna av tingarbeiðinum, verið undirvísingarleiðari á sernámsfrøðiligu ráðgevingini, fyri Landsskúlasitingina. Ein samanlegging av sernámsfrøðiliga virkseminum undir Landsskúlafyrisitingini og Skúlanum á Trøðni, er farin fram. Tað er hesin stovnur, sum nú er Sernámsdepilin. Tað er av stórum týdningi at leggja saman, fyri at veita betri tænastu, men eisini fyri at nýta peningin og starvsfólkini betur, sigur Marita Petersen. Stovnur við fjøltáttaðum innihaldi Eini 60 starvsfólk arbeiða innan Sernámsdepilin,sum hevur fjøltáttaða innihald. Her er skúladeild, tali- og hoyrideild, skúlapsykologisk ráðgeving og barnagarður, har nøkur børn eru fasta tíð, umframt børn, sum koma til eygleiðingar og kanningar, og síðani fáa vegleiðing og ráðgeving. Annar partur av arbeiðinum verður at hava samstarv við skúlaverkið, skúlaleiðslur í fólkaskúlanum og serundirvísingslærarar kring landið. Í hesum partinum liggur eisini at hava samstarv við dagstovnar, heilsusystrarnar, Almannastovuna og Landssjúkrahúsið. Sernámsdepilin skal vera staðið, har fólk, sum arbeiða við børnum, ið hava serligan tørv, fáa ráð og leiðbeining og verða stimbrað til framhaldandi arbeiði. Positivt, men slítandi arbeiði Hóast tað er ógvuliga positivt og áhugavert at arbeiða við brekaðum børnum, so er tað samstundis slítandi. Hesi starvsfólk hava oftari brúk fyri at verða stimbrað, enn onnur, fyri síðani at fara aftur til verka, sigur Marita Petersen. Hon sigur annars, at brúkarin í fyrstuni ikki fer at merkja tær stóru broytingarnar beinanvegin, av tí at hetta skúlaárið longu var planlagt í fjør. Nú hava vit møguleika at gera broytingar næsta skúlaár, sum byrjar eftir summarfrítíðina. Hóast tað er rættiliga tengt at fíggjarligu orkuni. so verður kortini játtað nakað av peningi til økið, sigur Marita Petersen. Avsettar eru 14 mió. krónur til depilin í 1998, og tað sama til vriksemið í fólkaskúlanum. Stovnurin hevur fleiri væl kvalifiserað starvsfólk, men tørvur er á psykologum. Tørvur á skúlapsykologum Serliga merkja tey tað á sálarfrøðiliga økinum. Bert ein skúlapsykologur, umframt stjóran og deildarleiðaran, er virkin á stovninum. Samanbera vit okkum við hini Norðurlondini, so skuldu vit hava einar átta - 10 psykologar í starvi, sigur Marita Petersen. Hon vit tó seta sær sum mál, at fáa fýra skúlapsykologar í starv á deplinum. Kundi tað latið seg gjørt, so kundu vit veitt rímiliga góða ráðgeving og vegleiðing. Sernámsdepilin er til fyri at hjálpa børnum og foreldrum sum hava serligan tørv. Umframt tað skal stovnurin stuðla og stimbra starvsfólk, lærarar og pedagogar, sum arbeiða við serundirvísing og á øðrum økjum, har serlig undirvísing er neyðug. Her haltar skipanin tíverri, og tí vil eg seta mær sum fremsta mál at veita betri psykologiska og pedagogiska tænastu, sigur Marita Petersen og skoytir uppí, at her verður neyðugt við fólki, ið hevur hesar útbúgvingar. Avmarkaðar møguleikar í løtuni Beint nú eru tað tveir lutir, sumspennna bein fyri hesi ætlan. Ein er at játtanin er rættiliga avmarkað, og hin er at stovnurin er bundin av gomlu skipanini, sum skal fáa upp á pláss. Hetta er ein spennandi avbjóðing, sum eg havi havt áhuga fyri og hugsað um í fleiri ár, sigur Marita Petersen. Tað, sum ger meg bjartskygda er, at vit hava nógv, góð starvsfólk, sum gera tað møguligt at menna stovnin, sigur Marita Petersen. Tað, at tú hevur átikið tær hetta starvið, merkir tað, at tú gevst í politikki? Eg havi ikki tikið støðu til framtíðar politiska virksemið mítt. Val verður helst í fyrru helt av árinum, og tá fari eg at taka støðu til málið, sigur Marita Petersen. Eirikur Lindenskov blaðstjóri Hann verður varamaður blaðstjórans og fer standa fyri menningini av redaktiónini og nútímansgerðini av blaðframleiðsluni Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum Í sambandi við bygnaðarbroytingar á Tíðindablaðnum Sosialinum er Eirikur Lindenskov, blaðmaður settur í starv sum blaðstjóri. Hann verður harvið næsti maður ábyrgdarblaðstjórans, Jan Müller. Umframt at vera varamaður ábyrgdarblaðstjórans fer Eirikur Lindenskov at standa fyri menningini av redaktiónini og nútímansgerðini av blaðframleiðsluni. Tíðindablaðið Sosialurin er blað í menning. Ein týðandi partur av arbeiðsøkinum hjá nýggja blaðstjóranum verður tí eisini at laga blaðarbeiðið til nýggju og framkomnu teldutøknina. Ein annar partur av ábyrgdarøkinum hjá nýggja blaðstjóranum er nýggja tiltakið hjá Sosialinum - útgávan av Internetsosialinum. Eirikur Lindenskov hevur starvast sum blaðmaður á Sosialinum síðani 1. juli 1996. Hann hevur annars gjørt nógv freelancearbeiði fyri blaðið í 95 og 96. Eirikur er 31 ára gamal og hevur útbúgving sum lærari. Í dag eru umleið 20 fólk í føstum starvi á Sosialinum, harav eru átta í redaktiónini. Sosialurin kemur út fimm ferðir um vikuna. Emil L. Jacobsen eml@sosialurin.fo Føroyar sleppa undan vetrarfótbólti Fótbóltur: Fýra heimadystir vera á sumri 1999, og í ár skal landsliðið spæla fýra ferðir á útivølli Kanska gekk tað ikki akkurát so væl, sum føroynigar kundu havt hugsað sær, og tað er ikki so undarligt, tá umboð fyri seks fótbóltssambond sita og skulu mýka ein astøð, soleiðis at allir kunnu fara til hús við høvdinum høgt og billa bæði sær sjálvum og tiemum, sum teir umboða, inn, at úrslitið meiri enn so er til at liva við. Men vit kunnu í hvussu so er sláa fast, at FSF-umboðini, sum í gjár vóru á fundi í Prag, koma aftur til Føroya við eini skrá fyri teir tíggju dystirnar í EM-undankappingini, sum tað væl ber til at liva viðø Føroyingar høvdu vónað, at tað fór at bera til at leggja dystir uttan fyri teir tíggju leikdagarnar, sum UEFA hevði sett til at avgreiða undankappingina í, og tað eydnaðist. Føroyingar høvdu eisini vónað, at tað fór at bera til at sleppa undan at spæla í mars og november, og hetta eydnaðist til eitt reint ug. At tað so ikki eydnaðist at fáa tann hemadystin, sum føroyingar høvdu vónaðat lagt fyri við undan summarsteðginum, man bera til at liva við. Serliga tá talan í staðin verður um ein dyst á útivølli móti Estlandi. Hann verður móti Estlandi. Hann verður hósdagin 4. juni, og longu 19. august verður aftur spælt á útivølli. Tá verður spælt í Bosnia. Hesir báðir fyrstu leikdagarnir vóru ikki í uppskotinum til leikdagar, sum kom frá UEFA áðrenn føroyingar fóru av landinum, og tá havt verur í huga, at hetta er í bestu fótbóltstíð í Føroyum, so er hetta væl sloppið. Nógv ferðing í heyst Vit nevndu í gjár, at ætlanin var at spæla heima móti Kekkia fyrst í september, og sambært upplýsingum frá FSF-skrivstovuni seinnapartin í gjár, so verður hesin dysturin leygardagin 6. september, og føroyingar skulu niður tl Kekkia í seinasta umfarinum, sum verður 9. oktober 1999. Landsliðsspælararnir og tey, sum eru um teir, fáa nóg mikið at takast við í heystfrít'ðini. Í staðin fyri at ganga fjøllini og takast við slakt, sum tað verður sagt, at flestu føroyingar hava áhuga í, so skulu okkara bestu landsliðsspælarar spæla tvær ferðir á útivølli. Fyrru ferðina verður tann 10. oktober í Litava, og seinnu ferðina verður tað í Skotlandi 14. oktober, og so verður fótbóltsárið 1998 liðugt. Fýra ferðir heima Fýra teir fyrstu dystirnir í 1999 verða á heimavølli. Tann fyrsti verður móti Skotlandi grundlógardag 5. juni, og tann næsti verður móti Bosnia. Fyrst í september verður aftur eitt dupult umfar á Svangaskarði. 4. september kemur Estland at vitja, og 8. september er tað hitt baltiska landið í bólkinum, Litava, sum verður gestur her, og so endar undankappingin í Kekkia 9. oktober. Í blaðnum týsdagin venda vit aftur til skránna fyri EM-undankappingina. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Toppdystur í Eysturskúlanum Í morgin verður ein sera avgerandi dystur leiktur í meistaradeildini hjá monnum. Á Eysturskúlanum hittast havnafeløgini bæði Fram og Fleyr, og dysturin er avgerandi fyri hvat av liðunum skal taka dystin um meistaraheitið upp við Mjølnir Leikumfarið í flogbóltinum hjá monnunum hetta vikuskiftið, er sera avgerandi. Bæði fyri Fram og Fleyr. Liðini møtast nevniliga í innanhýsis dysti á Eysturskúlanum í dag klokkan 15.00. Støðan í meistaradeildini er tann, at Mjølnir er nummar eitt við 12 stigum fyri 12 dystir, Fram er nummar tvey við 9 stigum fyri 11 dystir og Fleyr nummar trý við 8 stigum eisini fyri 11 dystir. Vinnur Fram eru teir bert eitt stig aftanfyri Mjølnir, og kunnu so taka kappingina upp um meistaraheitið, men tapa teir dystin so er møguleikin hjá teimum at gerast meistarar sera lítil. Hjá Fleyr er støðan tann sama. Teir skulu vinna dystin fyri at gera sær nakrar vónir um at fáa hendur á meistaraheitinum. Fleyr vann seinasta dystin Seinast liðini hittust vartil Mjølnir-kappingina i Klaksvík, og tá var Fleyr tað stinnara liðið. Men tað er stórur munur á eini vikuskiftiskapping og einum landskappingardysti. Tó kann av sonnum sigast, at stígur er komin í spælið hjá Fram. Í fyrru helvt av kappingini vístu teir satt meistaraspæl, men striltið hevur gingist at fáa skil á spælið síðani farið varð undir endaspælið. Hinvegin hevur Fleyr fingið meira skil á sítt spæl. Teir skaðarnir sum gjørdu seg galdandi í síðstu dystunum áðrenn jólasteðgin tykjast verða ruddaðir av vegnum, og í Klaksvík sást, at >>gomlu<< menninir í Fleyr eru við at koma í snúðningar. So tað er lagt upp til spennandi dyst á Eysturskúlanum í dag Mjølnir og ÍF b Mjølnir fær hetta vikuskifti vitjan av ÍF b, og eftir stigatalvuni at døma, so verður hetta ein lættur dystur. Men tað er tó ikki vist, at tað verður so lætt hóast alt. ÍF b er samansett av gomlum royndum leikarum, sum ikki lata sær lynda at verða avskrivaðir áðrenn dysturin er spældur. Í dystinum móti Fleyr seinasta vikuskifti vísti ÍFb, at teir saktans kunnu gera um seg. Tí hóast teir ikki tóku sett frá Fleyr, so var um reppið at teir koppaðu Fleyr í triðja settinum. Vinnur Mjølnir dystin um vikuskifti, so eru teir sera væl fyri í landskappingini, við bert trimum dystum eftir at leika. Dysturin millum Mjølnir og ÍFb verður í Klaksvík sunnudagin kl. 13.00 Fram ímóti ÍFa Fram sleppur ikki við einum dysti hetta vikuskifti, tí sunnudagin skulu teir longu í eldin aftur. Tá fáa teir vitjan av ÍFa. Fyri Fram er tað sera týdningarmikið, at teir vinna báðar dystirnar hetta vikuskifti um teir skulu gera sær nakrar vónir um at hótta Mjølnir í kappingini um meistaraheitið. Dysturin millum Fram og ÍF a verður í Eysturskúlanum sunnudagin kl. 15.00 ÍF-kvinnurnar tveir dystir Hjá kvinnunum verða tveir dystir og ÍF -kvinnurnar verða við í teimum báðum. ÍF hevur rættuliga fingið gongd á spælið hjá sær í endaumfarinum, og tær liggja í løtuni á einum triðja plássi. Leygardagin skal ÍF spæla ímóti Drátti á Giljanesi kl. 15.00. Hetta verður ikki nakar lættur dystur, tí við spælinum Dráttur vísti seinasta vikuskifti móti Fleyr, so verða tær ikki lættar at syfta. Munurin á liðunum er ikki so stórur, so hesin dysturin kann saktans fella báðar vegir. Tað kann verða dagsformurin sum avgerð tað. Sunnudagin skal ÍF til Tvøroyrar at leika ímóti TB. Hesin dystur verður kl. 13.00. TB hevur til tíðir spælt sera væl í ár, og tí er vantandi, at tað verður torført hjá ÍF at fáa stig við aftur av Tvøroyri. Tað skal tó sigast um ÍF-kvinnurnar, at tær eins og menninir altíð berjast sum úlvar á skóg í verjuni, so TB-kvinnurnar skulu ikki kenna seg ov vísar í at tær vinna dystin. Samanumtikið má tí sigast, at hetta verður enn eitt spennandi vikuskifti í flogbóltslandskappingini. Emil L. Jacobsen eml@sosialurin.fo Lagnudystur á Skála Hondbóltur: Dysturin í morgin millum StÍF og H71 hevur stóran týdning fyri bæði liðini. Og vestmenningar fara eisini at fylgja væl við í, hvat hendir á Skála Í morgin, sunnudagin, spæla StÍF og H71 í høllini á Skála, og hetta má sigast at vera eitt slag av lagnudysti fyri bæði liðini. StÍF er bert eitt stig aftan fyri oddaliðið VÍF, og tvey stig aftan fyri StÍF kemur H71. VÍF spælir móti Neistanum og er stórfavorittur til at vinna tann dystin, so tað er av alstórum týdningi fyri strandingar at vinna dystin í morgin, um teir skulu halda fast í vónini um at vinna fyrsta FM-heitið til felagið síðani 1945. StÍF vann FM-kappingina hjá monnum trý tey fyrstu árini (1943-45), men hevur ikki vunnið hana síðani. Strandingar hava eitt gott lið í ár, og Jónleif Sólsker er leiðarin, teir leingi hava saknað á Skála. H71 kom sum eitt skot upp í toppin av føroyskum hondbólti, og liðið hjá teimum í ár er enn betri enn tað, teir høvdu í fjør. Men sum ikki eina ferð tykist VÍF framvegis at hava sterkasta liðið, og um H71 vinnur á StÍF í morgin, stendur sera væl til hjá vestmenningum. Í dystinum móti Neistanum mikukvøldið spældi H71 uttan Halgir Dahl-Olesen, sum er skaddur í økslini. So er spurningurin, um hann verður við í morgin, ella um hoyvíkingar goyma hann til steypafinaluna um eina viku. Steypafinalan verður móti Kyndli, sum í morgin spælir í Havn móti KÍF. Kyndlamenn hava spælt tríggjar dystir í endaspælinum og tapt teir allar. Hesir dystirnir hava verið móti teimum trimum liðunum, sum liggja oman fyri teir á stigatalvuni. KÍF er hinvegin á 5. plássi, trý stig aftan fyri Kyndil, sum hevur seks stig. Toppur móti botni Hjá kvinnunum vann StÍF seinasta vikuskifti á VB og helt sostatt fast um sína oddastøðu. Í dag kemur GÍ at vitja á Skála, og her eiga strandakvinnur á pappírinum at fáa tvey stig afturat. Hetta er næsti av trimum heimadystum á rað hjá StÍF. Tann triði er móti Stjørnuni um tvær vikur. Bæði Neistin og Kyndil elta StÍF. Longu í dag spælir Kyndil í Havn móti VB, meðan Neistin í morgin skal til Klaksvíkar at taka dystin upp móti Stjørnuni. Eisini í hesum báðum dystunum er talan um eitt oddalið móti einum botnliði, og higartil í kappingini hevur tað verið sera torført hjá botnliðunum at taka stig frá oddaliðunum. Sunnudagin 22. februar spæla Neistin og Kyndil í Havn, og eftir tann dystin kann støðan hjá StÍF á stigatalvuni síggja enn betri út. Bankakanningin og støðan í ríkinum Á fundi hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag komandi mánakvøld fara Marita Petersen, Jóannes Eidesgaard og Atli Dam at tosa um niðurstøður av bankakanningini og viðurskiftini við Danmark framyvir Á limafundi hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag mánakvøldið verða tvey stórmál á skránni. Tað fyrra verður bankakanningin og tað seinna viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Hóast talan er um tvey mál, so hava tey rættuliga nógv við hvørt annað at gera. Gongdin í bankamálinum hevur fyri mongum lýst, hvat danskir politiskir myndugleikar leggja í ríkisfelagsskapin. Hetta reisir so spurningin, um ríkisfelagsskapurin kann halda fram soleiðis, sum hann hevur verið, ella um hann er farin burtur av at snúgva seg um krónur og oyru, sigur Anna Johannesen, sum er formaður í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Hon leggur afturat, at Javnaðarflokkurin í hesum døgum ger støðuna upp, m.a. við uppskotinum um stjórnmálanevnd. Á fundinum fara eisini Marita Petersen, Jóannes Eidesgaard og Atli Dam at viðgera hesi viðurskifti. Vit vænta nógv fólk á fund, og tað ber eisini til hjá nýggjum limum at nýta høvi at tekna seg, leggur hon afturat Gunnar Hoydal Í nýggjum ljósi Vit eiga einsamøll ábyrgdina. Vit kunnu ikki fara í onnur lond og biðja um pengar fyri hana. Vit áttu ongantíð at kunnað sett onnur í ta støðu, at tey bæði skulu gjalda fyri okkum og hava skomm av sær sjálvum samstundis. Tann stóra kanningin er av, og tað verður ongantíð aftur nóg mikið at vera statistar í leiki, sum onnur skriva og stjórna. Snáva vit á flísunum, mugu við taka ábyrgdina av nasablóðinum eisini. Vit hava hildið andanum hesar dagarnar. Hon kom so óvæntað, henda gleðin. Kann hon standa við? Inn ímillum skúrarnar hevur nógv meira ljós verið í luftini, og nú sæst stórur dagamunur. Her sum eg siti, er dagurin komin, tá ið sólin fer á rull av reyninum og oman á hálsin vestanfyri. Hon tekur í ein kneysa ella tveir, er so aftur leys, til hon kemur í krikan og søkkur niður í vøtnini har. Hesa ferð er tað, sum hon logar bjartari, enn nakar mintist. Landið liggur sum í nýggjum ljósi. Tann stóra kanningin er av. Hon kannaði bara eitt brot úr myrku søguni hesi árini, og brævabýtið var ikki størsta málið av øllum. Kortini er tað ein stórur lætti, at hetta er gjørt, og at úrslitið er so skilligt. Eri farin eitt ørindi í býin, og harniðri í høvuðsgøtuni tosa fólk saman um tað, sum er hent. Tað skilst, hvat tey siga, og hvat tey meina við. Eingin rópar ella ger seg klókan ella reypar sær. Tey geva sær stundir og drýggja sær løtuna, ovfarin enn og næstan rørd. Tí nógv er at gleðast um. Fyrst av øllum: Tað er ikki longur bara annar parturin í felagsskapinum, sum skal bera mistøkini einsamallur. Takk er ikki longur einasta orðið, vit kunnu loyva okkum at siga við hin. Byrðan av olmussu er eina løtu tikin av okkum. Vit síggja nú greiðari enn nakrantíð, at her er talan um tveir ymiskar partar við hvør sínum natúrligu áhugamálum. Síðani: Hesi áhugamál eru ógvuliga væl lýst, og tey eru lýst av okkum sjálvum fyrst. Tær hálvttriðja túsund síðurnar hjá kanningarnevndini eru neyvar, men í grundini bara sum ein váttan av tí tilfari, vit høvdu fingið til vega frammanundan í okkara egnu fjølmiðlum. Tað boðar frá góðum, at álvari og førleiki nú kunnu fáa umstøður at arbeiða. Og arbeiða uttan fyri heimapolitikkin og partapolitikkin. Hvat er hesin politikkurin, hvar og hvussu verða avgerðir tiknar? Innan fyri stutta tíð hava vit sæð tveir ymiskar mátar. Tann gamla mátan sum við skattalættanum herfyri, har ein pakki verður gjørdur fyri sterkan áhugabólk á náttarfundum seinasta dag fyri fíggjarlógarfreistina, og har verða so nógvar smágávur lagdar niðurí, at meiriluti fæst fyri rokningini, ið onnur skulu fáa við postinum. Men vit hava eisini sæð ein nýggjan máta sum við oljulóggávuni, har uppskot eru væl fyrireikað og væl upplýst, og tey fáa stundir til at kunna viðgerast væl og virðiliga. Tann stóra kanningin fer at læra okkum, at tað skal kunna síggjast aftur, hvat hendi í einum máli, og hvussu tað hendi, og at ein ábyrgd er til, bæði fyri tí sum eydnaðist og tí, sum fór av lagi. So nógv er longu komið burturúr, at endurgjaldið er tann minsti spurningurin. Pengarnir hava lítið at siga í øllum hesum. Um tað verður ein hálv milliard ella ein heil, hvønn mun ger tað? Afturgjaldingin av høvuðsskuldini verður bara stytt ella longd nøkur ár, og eingin fer at leggja merki til tað í einum felags húsarhaldi, sum hevur ráð at stuðla høvuðsvinnuna við mongum slíkum upphæddum, væl vitandi at teir pengarnir eru ikki bara spiltir, teir eru beinleiðis skaðiligir. Ein maður kemur til mín uttan fyri sparikassan. Hann heldur, at pengarnir, sum kanska fáast aftur, skuldu ikki farið í stórapott, men verið markaðir til teirra, ið fingu sviðan og svíða enn. Her kom ein útlendskur stovnur burtur úr ongum og segði við tey, at húsini vóru minni verd enn helvtina av tí, sum tey skyldaðu. Og eftir stuttari tíð áttu tey ongi hús, men bara skuld. Ein annar heldur, at vit hava fingið æruna aftur, og hon eigur ikki at roknast í krónum ella umberingum. Men skuldu nakrar milliónir gingið fríar, so høvdu tær hóskandi kunnað farið til tað, sum hevur við okkara æru at gera: Tónleik, sjónleik, bøkur, sang og gleði. Soleiðis plagdi eingin at tosa. Og hesin merkiligi fríggjadagurin í januar, tá ið fólk løgdu arbeiðið niður í eitt samdøgur og komu úr øllum landinum at mæla fyri. At mæla fyri felagskapi og samanhaldi og ábyrgd, so at tað ongantíð hendir aftur, sum hendi tá. Soleiðis plagdi eingin at gera. Ein kona er dottin á gongubreytini hinumegin vegin við gamla Fossbankan. Flísarnar liggja so óslættar, og summar eru næstan regnaðar burtur í ringari stoyping. Í skýmingini hevur hon fingið fótin í ein kant og er farin eftir høvdinum, tað bløðir av nasarygginum. Fólk eru komin til hjálpar, og har verður tosað um ábyrgd. Ein maður peikar upp á meg, og eg má verja meg, havi einki við kommununa at gera longur. Men á vegnum til hús hugsi eg, at tað ber til at fara á býráðið at kanna tað. Kanska havi eg havt ein part av ábyrgdini kortini. Har átti langt síðani at verið bøtt. Komi eitt sindur pøstur til hús, men ein skón av ljósi er eftir á luftini enn. Kann gleðin standa við? Nú tingast tey um sakarmál og endurgjald, men hvussu verður við tí, sum hevur mest at siga? Í allari verðini síggja vit, at fólk ivast og síggja onga leið fyri sær. Vavd upp í kappingar um vald og pengar er samanhald ein býur í Russlandi og samstarv ein stovnur í Bruxelles. Tá liggur hetta lítla landið fyri okkum við sínum kegli og klandri og illsinni. Eisini her er fløkt, men vit síggja tað so vælsignað væl, alt sum tað er. Óeindin, sum kortini er ein heild. Aftan á kanningina síggja vit tað uppaftur betur, enn vit hava sæð tað fyrr, og í mun til onnur hava vit eitt arbeiði at gera, eina leið: At taka ábyrgdina av tí og seta okkum sjálvum tær treytir, tað krevur. Vit eiga einsamøll ábyrgdina. Vit kunnu ikki fara í onnur lond og biðja um pengar fyri hana. Vit áttu ongantíð at kunnað sett onnur í ta støðu, at tey bæði skulu gjalda fyri okkum og hava skomm av sær sjálvum samstundis. Tann stóra kanningin er av, og tað verður ongantíð aftur nóg mikið at vera statistar í leiki, sum onnur skriva og stjórna. Snáva vit á flísunum, mugu við taka ábyrgdina av nasablóðinum eisini. Finnbogi Ísakson Landsfund á Hotel Hafnia Nú fara teir politisku flokkarnir at hava landsfund og um vikuskiftið er tað Fólkaflokkurin, sum hevur landsfund á Hotel Hafnia Teir flestu politisku flokkarnir hava sínar landsfundir um hesa ársins tíð, og hetta vikuskiftið fara fólkafloksmenn at halda landsfund á Hotel Hafnia. Óli Breckmann, formaður í Fólkaflokkinum sigur, at landsfundurin mest verður ein samanumtøka. Vit fara at tosa um, um tað loysti seg at fara í samgongu, og vit fara eisini at tosa um útlitini fyri framtíðina. Óli Breckmann sigur eisini, at Fólkaflokkurin má gera upp, hvat kann náast áðrenn løgtingsvalið, sum í seinasta lagið verður í juli mánaði. Bankamálið spøkir Eitt mál, sum uttan iva fer at gera seg galdandi á øllum politiskum landsfundum í ár, er bankamálið. Óli Breckmann sigur, at teir eisini fara at tosa um tað. Vit fara at tosa um, um tað er ein møguleiki fyri, um ein avtala um bankamálið kann fáast uppá pláss sum skjótast, og helst áðrenn valið. Tað hevði verið sera óheppið, um vit fara til løgtingsval og hetta mál ikki er avgreitt, sigur Óli Breckmann, formaður í Fólkaflokkinum. Finnbogi Ísakson Onki uppskot er um sjálvstýrislóg Men Javnaðarflokkurin hevur skotið upp at seta eina nevnd Í longri tíð hava bløðini, serliga Sosialurin, skrivað um eina >>sjálvstýrislóg<<, sum skal koma í staðin fyri heimastýrislógina. Mong hava skilt tað soleiðis, at Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fram á ting um eina >>sjálvstýrislóg<<. Hetta er ein misskiljing úr enda í annan. Ongin sjálvstýrislóg liggur á tingborði. Orðið >>sjálvstýrislóg<< ikki so frægt sum finst í yvirskriftini, lógartekstinum ella viðmerkingunum til nakað uppskot, sum er til viðgerðar á tingi. Stjórnmálanevnd Tað, sum Javnaðarflokkurin hevur skotið upp, er at seta eina nevnd. Hetta skal gerast sambært løgtingslóg, og endamálið er ásett í § 1 í lógaruppskotinum. Hon ljóðar: >>Sett verður ein stjórnmálanevnd at kanna og viðgera spurningin um broyting í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya.<< Í hesa nevnd skula eftir uppskotinum veljast 13 fólk. Løgtingið skal velja tey átta - tað svarar til flokkatalið á tingi eftir seinasta val. Hesir limir skula antin vera løgtingsmenn ella fyrrverandi løgtingsmenn. Løgtingið skal velja formann og næstformann í stjórnmálanevndini, og hann skal finnast millum hesar átta. Hesir 8 skulu velja 3 nevndarlimir aftrat. Teir skula hava hægri útbúgving í samfelagsvísindum, og teir skula ikki hava sæti á tingi. Nú eru tilsamans 11 nevndarlimir. So koma tveir aftrat, og teir báðar skal løgmaður tilnevna. Antin tveir landsstýrismenn ella seg sjálvan og ein landsstýrismann. Skal eg gera eina fyribils viðmerking til samansetingina, so skal tað vera, at Sambandsflokkurin kann koma at vera sera væl umboðaður. Hann fær ein valdan í tinginum og kann fáa tveir valdar í landsstýrinum og hevur sostatt 3 av 13 nevndarlimum. Tað, sum skal gerast Nevndin, sum skal vera liðug við arbeiðið 1. januar komandi, skal kanna og lysa verandi ríkisrættarligu støðu. Tað kann neyvan nakar hava nakað ímóti. Hon skal eisini kanna og lysa karmarnar fyri broyting og formellu mannagongdina. Tað er ikki lætt at siga, hvat liggur í hesari orðingini í uppskotinum. Og fyri tað triðja skal hon gera uppskot um nyggja skipan við størri sjálvræði. Hetta seinasta er meira ítøkiligt, enn tað var í uppskoti við sama navni, sum Javnaðarflokkurin legði fram í seinastu tingsetu. Men tað verður ikki tilskilað í uppskotinum, hvussu nógv víðari hetta sjálvræði skal vera enn >>sjálvræðið<< undir heimastýrislógini. Men nevndin kann sambært uppskotinum eisini viðgera allar stjórnmálaspurningar, sum hon heldur hava týdning. Framtíðarstøða Føroya Hesar reglur verða fyrst og fremst skrivaðar við tí endamáli at gera lesaran varugan við, at onki uppskot um eina sjálvstýrislóg liggur á tingborði, men at talan er um at seta eina nevnd. Upprunaliga uppfann Javnaðarflokkurin uppskotið um eina stjórnmálanevnd fyri at forða fyri, at tingið samtykti eitt uppskot frá Tjóðveldisflokkinum, sum kallaðist Framtíðarstøða Føroya. Tjóðveldisflokkurin hevði ítøkilig uppskot um, hvat skuldi broytast - grundað á tað, sum stendur í álitinum um nyggja stýrisskipan viðvíkjandi tí, sum krevst fyri at Føroyar skula vera sjálvstøðugar. Uppskotið frá Javnaðarflokkinum er nú til viðgerðar í rættarnevndini. Hvørja lagnu tað fær ber ikki til at siga nú, men tað er at vóna, at ikki einasta endamál hjá teimum, sum hava sett uppskotið fram, og teimum, sum kanska taka undir við tí, er at forða fyri, at nakað hendir á sjálvstýrisleið. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Danska stjórnin er sek - ið hvussu so er moralskt Per Stig Møller heldur at danska stjórnin skal gjalda føroyingum fyri órættvísa viðferð, men vil ikki seta krónutal ella politiskt virði á, hvussu nógv tað skal kosta donsku stjórnini Dagny Joensen Fólkatingið hevur ikki tikið støðu til, um Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, skal fyri ríkisrættin, fyri sín leiklut í bankamálinum. Hetta er enn ikki viðgjørt í Fólkatinginum, men andstøðan arbeiðir við málinum. Vit hava bert viðgjørt kanningarháttin hjá nevndini, sum skuldi kortleggja hendingarnar, tá partabrævaumbýtið fór fram. So er tað upp til partarnar í málinum, hvørjar avleiðingar kanningin skal fáa. Tað sigur Per Stig Møller, formaður í Konservativa flokkinum. Ikki støðu til leiklutin hjá Den Danske Bank Hann leggur dent á, at Fólkatingið ikki telur støðu til Den Danska Bank, men bert til, um partabrævaumbýtið fór fram, sambært galdandi lógir og reglur fyri slíkan handil. Tað, at Fíggjareftirlitið ikki kannar bankarnar, eftir áheitan frá fíggjarmálaráðharranum, er ikki eftir lógini. Okkara uppgáva í Fólkatinginum er at kanna hesi viðurskiftini nærri. Eisini tað, at ein loynilig avtala við tjóðbankan fyriliggur, er ókent fyri okkum í Fólkatinginum. Um ein munnliga avtala er gjørd, er tað ólógligt, sigur Per Stig Møller. Hann heldur, at tað er ein trupulleiki fyri fólkastýrið, um ein ráðharri ger slíkt. Vit leggja okkum ikki út í fíggjarligu viðurskiftini í hesum máli, men vilja bert tryggja okkum, at galdandi lógir og reglur eru hildnar. Spurningur um at halda lógir og reglur Nú hevur andstøðan í Fólkatinginum alla tíðina tosað um at hjálpa føroyingum. Hevði tað ikki verið rættast, at føroyingar komu fyrst við síni niðurstøðu? Nei, tað haldi eg ikki. Um tað vísir seg, at nakað óregluligt er farið fram, so kunnu vit ikki bíða. Um málið t.d. dregur út í Føroyum og eingin avgerð verður tikin fyrr enn um hálvt ár, so kunnu vit lastast fyri einki at hava gjørt við málið. Málið órógvar føroyingar eins nógv um hálvt ár, og í dag, sigur Per Stig Møller. Samráðingar heldur enn fjølmiðlaróp Um tú vart í sessinum hjá Nyrup Rasmussen í dag, hvat hevði tú gjørt? Eg hevði skjótast gjørligt - eftir at kanningin var komin fram - tikið upp samráðingar við løgmann, tí stjórnin hevur fyri neyðini at greiða føroyingum frá sínum leikluti, og hvussu vit koma okkum víðari. Eitt nú hevði eg gjørt eina plan - og ikki sum nú - "rópt" upp í fjølmiðlunum. Eitt skilagott prát við Edmund Joensen hevði avgjørt verið neyðugt, sigur formaðurin. Nú vita vit ikki, um forsætisráðharrin og løgmaður hava tosað saman? Nei, rætt er tað, men av tí at einki er komið fram í fjølmiðlunum, so er ikki sannlíkt, at teir hava tosað saman, sigur ein speiligur Per Stig Møller. Schlütherstjórnin er ósek í málinum Hevur Konservativi flokkurin als onga ábyrgd av bankamálinum. Tað byrjaði hóast alt í stjórnartíðini hjá Schlüther? Nei, tað hava vit ikki. Schlüther gjørdi vart við tað beinanvegin. Hvat fór fram seinni, er álvarsamt. Eitt nú at eingin kanning varð gjørt av virðunum í bankanum, áðrenn partabrævaumbýtið fór fram, er heilt ófatiligt. Hetta hevði verið gjørt í øllum øðrum førum, sigur Per Stig Møller. Moralskur kostnaður og politiskt virði Hvørjar avleiðingar bankakanningin fer at fáa, veit formaðurin í Konservativa flokkinum ikki, og hann tekur ikki støðu mótvegis Den Danska Bank, men bert fyri tí, sum danska stjórnin hevur gjørt og ikki. Eg eri sannførdur um, at danska stjórnin má løna føroyingum fyri órættvísa viðferð. Hon hevur trýst føroyingar at fremja partabrævaumbýtið. Moralskt er stjórnin ið hvussu so er sek, sigur Per Stig Møller, sum ikki vil seta krónutal ella politiskt virði á, hvussu nógv hetta skal kosta donsku stjórnini. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Vit hava einki skeivt gjørt Hóast tað, so vilja vit ikki hava sitandi á okkum at verða lagdir undir bæði líkt og ólíkt. Tí bjóða vit føroyingum 200 mió. krónur í endurgjaldi, sigur bankastjórin við Sosialin Meðan løgfrøðiligi arbeiðsbólkurin, sum Landsstýrið hevur sett at gera niðurstøðu av bankakanningini, kappast politisku flokkarnir á Fólkatingi og leiðslan í Den Danske Bank um at koma við viðmerkingum um, hvat hvør partur sær heldur skal verða avleiðingin av bankamálinum. Halda lív í málinum í Danmark Den Danske Bank bjóðar endurgjald, og andstøðan í Fólkatinginum hevur sett sær at fáa greiðu á, hvat danska stjórnin gjørdi skeivt, og um ákæra skal reisast fyri brot á landsins lógir. Bankastjórin í Den Danske Bank er avgjørdur, tá spurt verður, um tað er ringa samvitskan í sambandi við bankasøluna, sum hevur fingið stovnin at bjóða føroyingum endurgjald, áðrenn endaliga støða er tikin til málið í Føroyum og í Danmark? Nei, vit kenna okkum ikki at hava skyldina av nøkrum, men tá bankakanningin kemur til ta niðurstøðu, at føroyingar í partabrævaumbýtinum hava mist umleið 200 mió. krónur, so vilja vit lata hesa upphædd í endurgjaldi, fyri at fáa frið um málið, sigur Knud Sørensen. Tilboð til Fíggingargrunnin Hvussu leingi stendur tilboðið, sum líkist einum ultimatum, við? Hetta skal skiljast sum eitt tilboð, sum vit hava sett formanninum í Fíggingargrunninum. Nú bíða vit bert eftir at frætta frá Knud Heinesen, sum í farnu viku greiddi løgmanni frá okkara støðu, sigur stjórin í Den Danska Bank. Hann er ikki bangin fyri at tilboðið órógvar aðrar tingingar um málið. Hetta er bert sett fram sum avleiðing av tí, ið kom fram um Den Danske Bank í frágreiðingini um bankamálið. Tá vit seldu Føroya Banka, høvdu vit ta fatan, at Føroya Banki og Sjóvinnubankin vóru eins vánaligir. Um tað nú vísir seg, at Føroya Banki hevði mist meira enn Sjóvinnubankin, so vilja vit gjalda munin, sigur Knud Sørensen. Um nú avleiðingin av kanningini verður, at sakarmál verður reist móti Den Danske Bank. Stendur tilboðið um endurgjald so framvegis við? Um so verður, so er støðan ein onnur, og so fellur tilboðið burtur. Tað sigur seg sjálvt, at tað er mest náttúrligt, sigur Knud Sørensen. Óheppið fyri umdømið hjá Den Danske Bank Hvat hevur vánaliga umrøðan at týða fyri virksemið í Den Danske Bank? Tað er sjálvandi ikki fremjandi fyri umdømi bankans, at vit verða lagdir undir líkt og ólíkt, og tí eru vit til reiðar at gjalda, fyri at fáa enda á málinum. Er tað ikki av tí at tit eru bangnir fyri einum rættarmáli? Nei, tað eru vit als ikki. Hava tit reint mjøl í posanum? Tað kann eg vissa teg um, at vit hava, sigur Knud Sørensen. Sámal Petur í Grund Edmund, Jóannes og Signar komnir í trol Nakrar viðmerkingar til Skotlandssiglingina og Teistan Beint undan jólum frættist, at løgmaður vildi seta kanning í verk, um heimild var hjá landsstýrinum at selja ferðamannaskipið Teistan. Sami løgmaður hevði tann 14. novembur 1996, altso eitt gott ár frammanundan, skriftliga vátta, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevði allar neyðugar heimildir til at undirskriva øll skjøl, í sambandi við sølu av Teistanum. Hetta tykist undarligt, sum so mangt annað, at geva eina skriftliga váttan, fyri síðani eitt ár aftaná, at fara at kanna um heimildin var í lagi. Tað kundi veri áhugavert at sæð kanningarúrslitið! Skotlandsleiðin Nú um dagarnar frættist so, at Skipafelagið hevur í umbúna at niðurleggja sjóvegis farleiðina til Skotlands. Tað má sigast at vera ógvuliga trist, at henda leiðin, sum hevur so stóran týdning fyri ferskfiskaútflytararnar, ikki kann koma í eina trygga legu. Tað sá annars so gott út í byrjanini, Skipafelagið kundi bjóðað eina betri tænastu enn tað almenna tá var í standi til. Fráferð úr Føroyum bæði hósdag og fríggjadag gjørdi at útflytararnir náddu bæði nær- og fjarmarknaðin. Vónandi verður tað, at Skipafelagið ikki meiri siglir upp á Skotland, ikki mønubresturin hjá hesi leið, men bert eitt endaligt punktum frá Skipafelagnum, sum síðani gevur teimum, almennum ella privatum, sum taka leiðina uppaftur frið. Undirritaði skal seinni koma við fleiri viðmerkingum um siglingina millum Skotland og Føroya. Jóannes og Signar Blaðmaður á Sosialinum hevur grein í blaðnum Hódagin 5. februar, hvar hann hevur hitt Signar á Brúnni og Jóannes Eidesgaard á máli. Jóannes Eidesgaard verður her endurgivin fyri at siga: >>Grundgevingin fyri at niðurleggja rutuna hjá Strandferðsluni var, at Smyril gav umleið 2,4 milliónir í undirskoti, sum landskassin fíggjaði<<. Kanska er tað við vilja at eingin eind stendur aftanfyri talið 2,4. Ørkymlandi alíkavæl, í einum landi hvar vit til dagligt brúka krónur, at síggja tøl sum passa betri til dollaran enn krónuvirði. Heldur ikki kennist eg við at >>grundgevingin<< var hallið á leiðini. Seinni í somu grein stendur at Tjóðveldisflokkurin atkvøddi fyri einum misáliti móti landsstýrismanninum Sámal Petur í Grund, tá hann seldi Teistan í snarari vending í 1996. Undirritaði skal bert gera vart við, at 4 mánaðar gingu millum søluna av Teistanum og misálitisuppskoti á undirritaða. Misálitisuppskotið hevði nógv djúpari røtur enn bert sølan av Teistanum, tað veit alt føroya fólk og burdi Tjóðveldisflokkurin eisini vita. Komnir í trol Vanligt hevur verið, at kemur ein í trol, so verður hivað inn og greitt áðrenn útaftur verður kasta. Mær tykir, at nú eigur at verða hivað inn og greitt, áðrenn víðari verður farið. Løgmaður var heitasti talsmaður fyri at Skipafelagið Føroyar skuldi reka hesa farleið. Hann situr nú sum landsstýrismaður í samferðslumálum og er tann sum setur kósina í hesum máli. Tekur løgmaður nakað stig, eigur hann at kanna heimildirnar áðrenn, heldur enn aftaná. Jóannes eigur at seta seg inn í, hvat tað kostar at reka eina farleið millum Skotland og Føroya, og síðani at halda seg til krónur, og ikki frammant gjaldoyra. Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin áttu helst sín stóra leiklut, tá ein samd fíggjarnevnd mælti løgtinginum frá, at játta sølupeningin fyri Teistan til innskot í partafelag, sum skuldi taka sær av hesi sigling. Nú verður bíða í spenningi eftir næsta leiki. Søldarfjørður 06.02.1998. Finnbogi Ísakson Onki uppskot er um sjálvstýrislóg Men Javnaðarflokkurin hevur skotið upp at seta eina nevnd Í longri tíð hava bløðini, serliga Sosialurin, skrivað um eina >>sjálvstýrislóg<<, sum skal koma í staðin fyri heimastýrislógina. Mong hava skilt tað soleiðis, at Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fram á ting um eina >>sjálvstýrislóg<<. Hetta er ein misskiljing úr enda í annan. Ongin sjálvstýrislóg liggur á tingborði. Orðið >>sjálvstýrislóg<< ikki so frægt sum finst í yvirskriftini, lógartekstinum ella viðmerkingunum til nakað uppskot, sum er til viðgerðar á tingi. Stjórnmálanevnd Tað, sum Javnaðarflokkurin hevur skotið upp, er at seta eina nevnd. Hetta skal gerast sambært løgtingslóg, og endamálið er ásett í § 1 í lógaruppskotinum. Hon ljóðar: >>Sett verður ein stjórnmálanevnd at kanna og viðgera spurningin um broyting í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya.<< Í hesa nevnd skula eftir uppskotinum veljast 13 fólk. Løgtingið skal velja tey átta - tað svarar til flokkatalið á tingi eftir seinasta val. Hesir limir skula antin vera løgtingsmenn ella fyrrverandi løgtingsmenn. Løgtingið skal velja formann og næstformann í stjórnmálanevndini, og hann skal finnast millum hesar átta. Hesir 8 skulu velja 3 nevndarlimir aftrat. Teir skula hava hægri útbúgving í samfelagsvísindum, og teir skula ikki hava sæti á tingi. Nú eru tilsamans 11 nevndarlimir. So koma tveir aftrat, og teir báðar skal løgmaður tilnevna. Antin tveir landsstýrismenn ella seg sjálvan og ein landsstýrismann. Skal eg gera eina fyribils viðmerking til samansetingina, so skal tað vera, at Sambandsflokkurin kann koma at vera sera væl umboðaður. Hann fær ein valdan í tinginum og kann fáa tveir valdar í landsstýrinum og hevur sostatt 3 av 13 nevndarlimum. Tað, sum skal gerast Nevndin, sum skal vera liðug við arbeiðið 1. januar komandi, skal kanna og lysa verandi ríkisrættarligu støðu. Tað kann neyvan nakar hava nakað ímóti. Hon skal eisini kanna og lysa karmarnar fyri broyting og formellu mannagongdina. Tað er ikki lætt at siga, hvat liggur í hesari orðingini í uppskotinum. Og fyri tað triðja skal hon gera uppskot um nyggja skipan við størri sjálvræði. Hetta seinasta er meira ítøkiligt, enn tað var í uppskoti við sama navni, sum Javnaðarflokkurin legði fram í seinastu tingsetu. Men tað verður ikki tilskilað í uppskotinum, hvussu nógv víðari hetta sjálvræði skal vera enn >>sjálvræðið<< undir heimastýrislógini. Men nevndin kann sambært uppskotinum eisini viðgera allar stjórnmálaspurningar, sum hon heldur hava týdning. Framtíðarstøða Føroya Hesar reglur verða fyrst og fremst skrivaðar við tí endamáli at gera lesaran varugan við, at onki uppskot um eina sjálvstýrislóg liggur á tingborði, men at talan er um at seta eina nevnd. Upprunaliga uppfann Javnaðarflokkurin uppskotið um eina stjórnmálanevnd fyri at forða fyri, at tingið samtykti eitt uppskot frá Tjóðveldisflokkinum, sum kallaðist Framtíðarstøða Føroya. Tjóðveldisflokkurin hevði ítøkilig uppskot um, hvat skuldi broytast - grundað á tað, sum stendur í álitinum um nyggja stýrisskipan viðvíkjandi tí, sum krevst fyri at Føroyar skula vera sjálvstøðugar. Uppskotið frá Javnaðarflokkinum er nú til viðgerðar í rættarnevndini. Hvørja lagnu tað fær ber ikki til at siga nú, men tað er at vóna, at ikki einasta endamál hjá teimum, sum hava sett uppskotið fram, og teimum, sum kanska taka undir við tí, er at forða fyri, at nakað hendir á sjálvstýrisleið. Kirkjuverji Nú skal tjóðartøka bjarga føroysku fólkakirkjuni Jan Müller Almennu Føroyar mugu stýra oljuútviklinginum TAÐ var tann tíð, tá tosað varð um, at føroyingar skuldu hava flakavirki á hvørjum tanga. Nú sær ikki mætari út enn, at vit skulu hava føroysk oljufeløg eftir sama leisti. Løgmaður, sum umsitur oljumál, hevur lagt stóran dent á eitt alment føroyskt oljufelag. Herfyri hoyrdu vit um eitt privat oljufelag, sum hevði samstarv við tað útlendska oljufelagið Dana. Sjónvarpið kom hóskvøldið við enn einum boð uppá eitt privat oljufelag, sum skal samstarva við Saga. Við øðrum orðum tosa vit nú um trý føroysk oljufeløg. Sambart SvF hava stóru vinnulívsfyritøkurnar tikið seg saman fyri at savnapening í eitt privat føroyskt oljufelag. Hetta hendir um somu tíð, sum aðrir føroyingar saman við útlendingum hava skrásett eitt oljufelag og skulu til at tekna partapening. Tvs. at vit her hava tvey oljufeløg, sum skulu til at útvega milliónir av kr. í eginpeningi. HENDA sannroynd er ein greið ávaring til føroyskar politikarar um, at vandi er á ferð. So fá vit eru hava vit ikki ráðtil at spjaða kreftirnar. Og reyði tráðurin í politikkinum higartil, um at draga eina línu, og at oljutilfeingið er ogn alra føroyinga, er við hesum við at skifta lit. Ístaðin fyri eina almenna stýring kundi okkurt bent á, at tað nú eru tilvildin og tann peningasterki, sum stýra útviklinginum. Vit hava einki ímóti, at føroyskar fyritøkur gera íløgur í oljufeløg. Sjálvandi skulu vit vera við í framtíðar menningini av hesi vinnu og fáa ágóðan av henni. Men her mugu vit standa saman við einum høvuðsarbeiðsgevara: almennu Føroyar. Skulu vit hava eitt føroyskt oljufelag ella tvey , so má tað vera ein treyt, at tað almenna skal hava meirilutan. Ein kundi spurt, um tað nú er rætt, at peningaognirnar hjá teimum fyritøkum og teimum persónum, sum Palleba og Marsanna bjargaðu við bankabjargingunum, nú eisini skulu fevna um oljutilfeingið - uttan at almennu Føroyar hava nakað at siga! EFTIR okkara tykki er hetta málið so mikið álvarsligt , at vit uppá tað harðasta ávara móti eini gongd, har privatir einsamallir stýra útviklinginum. Tá verður kaos og anarki. Tað kunnu vit ikki bjóða hvørki okkum sjálvum ella okkara eftirkomarum. Og vit skulu tá heldur ikki rokna við at fáa stórt tal av oljufeløgum at gera íløgur her. Tað má og skal vera Føroya landsstýri og Føroya løgting, sum stýra og hava fult eftirlit við útviklinginum og sum fyriskipa og leggja til rættis karmarnar. Vit síggja einki skeivt í tí, at útlendsk feløg og føroyskt vinnulív royna at byggja nakað upp, men hetta má verða í tráð við tann almenna oljupolitikkin. TAÐ, sum her er komið fram, gevur orsøk til at seta fleiri spurningar. halda føroysk vinnulívsfólk veruliga, at tey við at gera avtalur við eitt ávíst útlendskt oljufelag kunnu tvinga myndugleikarar til at geva júst hesum útlendska oljufelagnum fyrimunir! Halda útlendsk oljufeløg, at tey fáa framíhjárætt, tí tey hava gjørt avtalur við føroyskar peningamenn og fyritøkur! Vilja almennu Føroyar, sum bjargaðu bankunum og harvið eisini mongu av vinnulívsmonnunum og fyritøkum teirra, bara standa og hyggja at, meðan somu vinnulívsmenn og fyritøkur "krevja" rættin til oljuríkidømið! Og hvat siga tey mongu oljufeløgini, sum enn ikki hava tikið stig til beinleiðis samstarv ella hava fingið áheitanir frá føroyskum vinnulívi um at virka saman í sambandi við komandi útbjóðingar! Er ikki vandi fyri, at hesi feløg, um so er, at eitt ávíst felag kann vinna sær fyrimunir í eini útbjóðing, tí tað arbeiðir saman við føroyskum vinnulívi - fara at taka seg aftur, tí tey meta, at munur longu er gjørdur á feløgunum! LØGMAÐUR hevur tosað um, hvussu umráðandi tað er ikki geva ymisk signal til umheimin, nú tað ræður um at standa saman. Er tað, ið hendir nú ikki júst dømi um tað øvugta! Er tað serliga heppið signal at lata umheiminum, at fyritøkan hjá sama løgmanni, sum stendur á odda fyri øllum oljuútviklinginum, er við í einum privatum oljufelag, sum sambart Degi og Viku hevur í umbúnað at gera eksklusiveavtalur við eitt ávíst oljufelag! Um eksklusive her merkir, at allar tær føroysku fyritøkurnar binda seg til bara at brúka og arbeiða saman við hesum eina oljufelagnum, hvat tá vit øllum hinum oljufeløgunum, sum vit fegin síggja koma henda vegin at gera íløgur! Vit eiga ikki forða hvørki føroyingum ella útlendingum, sum vilja brúka pengar og orku í eini føroyskari oljuvinnu. Men hesir mugu heldur ikki sleppa at seta kílar í almenna oljupolitikkin, so vit púrasta missa tamarhaldið, áðrenn spónurin er settur í. Latið okkum fáa oljulóggávuna fyri tingið aftur og taka allar hesar spurningarnar til viðgerðar har. Týsdagur 10. februar 1998 jan muller jan@sosialurin.fo Vestmenningar sjósett Brendan í Kirkjubø Tað var sjáldsamur dagur í Kirkjubø í gjár, tá nýggjur kappróðrarbáturin var flotaður, oljustjóri og musikkskúlastjóri hildu røður og børn spældu uppá violin. Til steðar var eisini kendi ævintýrarin Tim Severin Ikki kann sigast annað enn, at tað var sjáldsamur dagur í Kirkjubø í gjár, tá nýggi kappróðrarbáturin hjá Róðr-arsamband Føroya varð navngivin og sjósettur. Talan er um eitt serliga slag av kappróðrarbáti, sum verður brúktur á Scillyoyggjunum út fyri Cornwall í Bretlandi. Tað er kanningarstjórin hjá oljufelagnum Amerada Hess, Richard Hardmann, sum hevur fostrað hugskotið at lata føroyingum ein slíkan kappróðrarbát í gávu - við tí fyri eygað, at besta 10. mannafarsmanningin á ólavsøku skal manna bát av hesum slag, tá árligi kappróðurin er á Scillyoyggjunum. Tað var ikki sørt av hátíðardámi, tá Borgny, kona Trónda Patursson navngav bátin, Brendan. Umleið 70 innboðin vóru hjástødd, tá hetta serliga og fyri føroyingar ókenda bátaslagið varð roynd út fyri Kirkjubø mánamorgunin. Millum mongu gestirnar henda dagin var eisini heimskendi ævintýrarin og søgumaðurin Tim Severin. Sjey av manningini av Vestmenningi, sum vann ólavsøkukappróðurin í fjør, mannaðu Brendan og róðu eina løtu út fyri bygdina. Síðani varð farið í kirkjuna, har Richard Hardmann, stjóri í Amerada Hess hugleiddi um olju, kappróður og mentan. Ólavur Hátun, musikkskúlaleiðari tosaði um stuðulin, sum hetta oljufelagið hevur latið musikkskúlanum og sum er farin til at keypa violinir fyri. Síðani spældu fleiri næmingar á musikkskúlanum og eftir hetta varð boðið til morgunmatar. Tað er umboðsmaðurin hjá Amerada Hess í Føroyum, Johan Mortensen, sum hevur fyrireikað tiltakið. Ætlanin er, at vestmenningar skulu fara til Scillyoyggjarnar í apríl at rógva saman við fleiri øðrum tjóðum. jan muller jan@sosialurin.fo Virkið hjá løgmanni er ikki við Føroyskar vinnulívsfyritøkur ætla at stovna privat føroyskt oljufelag. Stovnandi fundurin verður mikudagin. Sambart sjónvarpi Føroya er rækjuvirkið hjá løgmanni við. Keldur Sosialurin hevur tosað við siga, at virkið hjá løgmanni verður ikki við í nýggja felagnum Sambart Degi og Viku í farnu viku verður arbeitt við ætlanum um at stovna eitt privat føroyskt oljufelag, sum fær heitið "Atlantic Petroleum". Aftanfyri felagið stendur ein stórur partur av føroyskum vinnulívi við stjóranum á Tórshavnar Skipasmiðju, Poul Mohr, á odda. Sosialurin hevur roynt at fáa viðmerkingar til tíðindini í sjónvarpinum, men eingin vil siga nakað. Víst verður bara til, at felagið verður stovnað mikudagin. Í tíðindunum í sjónvarpinum í farnu viku var listi yvir fyritøkur, sum eru hugaðar at vera við í felagnum. Teirra millum var eisini O. C. Joensen av Oyri, ið løgmaður eigur. Sosialurin hevur fingið uppspurt, at virkið hjá løgmanni er ikki við í nýggja privata oljufelagnum, sum ætlanin er at stovna í morgin. Annars visti sjónvarpið at siga frá, at flestu av vinnulívsfyritøkunum í landinum eru við í nýggja felagnum, sum nú skal stovnast. Her er talan um peningastovnar, tryggingarfeløg, flutningsfeløg, ídnaðarfyritøkur osfr. Sambart sjónvarpinum eru stigtakararnir til felagið í samráðingum við norska oljufelagið Saga, sum er sinnað til at gera avtalu við føroyska felagið. Ein slík avtala skal tryggja føroyska felagnum lut í komandi útbjóðing og harvið eisini lut av yvirskotinum. Tað hevur verið frammi, at talan hevur verið um at gera eksklusiveavtalu við Saga, men Sosialurin hevur frætt, at eingin slík avtala er gjørd, og tað er óvist um tað verður slík avtala ella nakað heilt annað. Tað verður so upp til nevndina í nýggja felagnum at taka støðu til. Vit hava biðið Poul Mohr, sum er ein av stigtakarunum til felagið um eina viðmerking. Hann sigur, at vit kunnu tosa við nevndina í felagnum, eftir at hon er vald mikudagin. Aðra viðmerking hevur hann ikki. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Nógv fólk lurtaði eftir Severin Umleið trý hundrað fólk høvdu leitað sær niðan í Norðurlandahúsið seinnapartin leygardagin tá Tim Severin helt fyrilestur um ferðirnar til Spice Island og um Stillahavið Seinnapartin leygardagin helt Tim Severin fyrilestur í Norðurlandahúsinum. Fyrilesturin var um tær báðar seinastu ferðirnar hann hevur gjørt >>The Spice Island Voyage<< og >>China Voyage<<. Fyrilesturin var skipaður sum ein ljósmyndarøð og væl dugir hann at greiða frá tí, teimum vóru fyri á ferðini. Tí hóast á enskum, so dugdi hann so sera væl at siga frá á einum greiðum og lættskiljandi máli. Vøkur framsýning Í sambandi við fyrilesturin varð eisini skipað fyri eini listaframsýning við myndum og málningum gjørdir av Leonard Sheil, Joe Beynon og okkara egna Trónda Paturssyni. Og tað var ein sera vøkur framsýning. Tað var eisini sera áhugavert at síggja hvat teir tríggir listamenninir høvdu fingið burturúr ferðunum. Orsøkin til at Tim Severin hevur listamenn við á ferðini er, at hann brúkar myndir og tekningar teirra í bókum sínum. Tróndur Patursson hevur gjørt tekningar til fleiri bøkur, men hóast hann var við á ferðini til Spice Island, vórðu myndir hansara ikki nýttar. Orsøkin til hetta var, at Tróndur ikki var við frá byrjan, og sjálvur helt hann tað vera betri, at tað var ein heild í tekningunum, og tí tók hann tær aftur. Hugtikin av Tróndi Tey sum hoyrdu fyrilesturin leygardagin skiltu, at Severin dámar væl Trónd Patursson. Hann er frábera góður listamaður, og so er hann eisini góður sjómaður, segði Severin. Tá ið Tróndur kom umborð, tá vistu vit, at nú fingu vit aftur fisk, segði hann. Severin var bergtikin av hvussu væl tað lá fyri hjá hesum manni at fáa fatur á mati til manningina. Einaferð fekk hann fatur á einum hávi. Stutta tíð eftir tað møttu teir einum japanskum patruljubáti, sum beyð teimum eitt sindur av fiski, men sum Severin tók til: Hann var lítil og ljótur at síggja til, so vit søgdu nei takk. Japanararnir komu nærri, og royndu enn einaferð. Tá fór Tróndur eftir hávinum, og vísti teimum hvat vit áttu. Tá skiltu teir og fóru. Áki Bertholdsen Løgmaður farin undir heilt Í næstan tveir mánaðar hava vit roynt at fingið løgmann at svara ymsum spurningum um flogvøllin, men til fánýtis Tað er einki at ivast í, at spurningurin um framtíðar flogvøll í Føroyum verður skjótt eitt stórt, politiskt evni. Á aðru síðuni standa tey, sum vilja hava vøllin í Vágum longdan og ymsar ábøtur gjørdar har. Í tí sambandinum er kanning gjørd um, hvat tað kostar at gera eitt "glíðibanaanlegg^3, so at flogførini kunnu seta seg í munandi verri sýni, enn tey nú kunnu Ein onnur kanning er um at leingja vølliní Vágum 200 metrar, úr 1.250 metrum, upp í 1.450 metrar. Á hinari síðuni standa tey, sum heldur vilja hava nýggjan flogvøll gjørdan á Glyvursnesi. Landsstýrið fekk fyri jól úrslitið av kanningini, men hevur ikki enn avgreitt tað víðari til danska ferðlumálaráðið. Táið Sámal Petur í Grund varð avsagdur í Tinganesi átók Edmund Joensen, løgmaður sær at umsita samferðslumál. Og løgmaður hevur alment sagt, at hann er talsmaður fyri flogvølli á Glyvursnesi. Og tað eru tey, sum hava løgmann undir sterkum illgruna at súltað málið um at byggja vøllin í Vágum út. Tí verður vøllurin í Vág­um bygdur út, kann ikki eisini verða talan um byggja nýggjan vøll á Glyvursnesi. Sum landsstýrismaður í samferðslumálum umsitur løgmaður eisini málið um fast samband um Vestmannasund. Men hann er eisini undir illgruna fyri at sabotera tað málið, tí hann veit, at flogvøllurin í Vágum er sterkasta argumentið fyri undirsjóvartunli. Nú í næstan tveir mánaðir hava vit roynt at fáa orð á løgmann um hesi viðurskifti, men tað hevur ongantíð eydnast, hóast vit hava roynt at kalla hvønn dag, og flestu dagar fleiri ferðir. At vit eisini hava lagt boð til nýggja samferðslumálaráðharran og biðið hann ringt, hevur ikki gjørt mun Málið um flogvøllin liggur í vinnumálastýrinum. Og táið løgmaður er so hálur at halda um, hava vit roynt vinnumálastýrið. Men Arne Poulsen, vinnumálastjóri, er líka ringur at fáa fatur á, sum løgmaður. Og í vinnumálastýrinum kann ongin úttala seg til fjølmiðlarnar uttan vinnumálastjórin sjálvur. Áki Bertholdsen Arbeiða enn við ætlanini um flogvøll á Glyvursnesi Danskir byggifrøðingar hava verið í Havn og havt fund við býráðið um flogvøll á Glyvursnesi. Og tekur tingið ikki málið upp av sær sjálvum, er tað væl trúligt, at býráðið fer at royna at fáa málið reist í tinginum Ætlanin um at byggja flogvøll á Glyvursnesi er ikki slept. Tað eru nú eini 10-12 ár síðani, at býráðið í Havn fyrstu ferð legði fram ætl­anir um flogvøll á Glyvursnesi og gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at fáa ætlanina framda í verki. Men komið varð ongantíð rættiliga ígongd, áðrenn búskapurin skramblaði saman og beindi alt tos um flogvøll í mølposan, saman við so mongum øðrum ætlanum. Men málið hevur alla tíðina spøkt meiri og minni. Og býráðið, sum nú er, heldur, at nú er tíðin búgvin at taka málið framaftur av álvara. Eitt fyribils úrslit av hesum er, at fyri nøkrum døgum síðani vóru danskir byggirfrøðingar í Havn og tosaði við býráðið um flog­vøllin á Glyvursnesi. Tað er trupult at fáa at vita akkurát, hvat fundurin var um. Leivur Hansen, býráðsformaður er tættur sum fløskan, og sigur, at hann hevur ongar viðmerkingar enn. Og hann hvørki vátta ella avsanna um fundur hevur verið um flogvøllin. Men spurdur nærri, við­gongur hann kortini, at tað hava nakrir danir verið í Havn og tosað við býráðið. Men hann vil ikki siga, hvat tosað varð um. Men frá øðrum keldum hava vit fingið váttað, at fundurin var um flogvøllin á Glyvursnesi. Og tað skilst frá somu keldum, at talan eru um byggifrøðingar sum hava bjóðað seg fram at gera ein flogvøllin á Glyvursnesi. Í øllum førum vilja teir tryggja sær at koma uppí part, verður flogvøllur gjørdur. Nú eru meiri enn 10 ár síðani, at kanningar og kostnaðarmetingar av flogvøllinum Á Glyvursnesi vórðu gjørdar og tað skilst, at m.a. var fundurin um at dagføra kostnaðarmetingarnar og tær kanningar, sum annars vórðu gjørdar tá. Teir skuldu eisini greiða frá, um nakrar fortreytir eru broyttar tey 10-12 árini, síðani málið um flogvøllin var uppi seinast. Framtíðarflogvøll ella lappaloysn í Vágum Hóast borgarstjórin í Havn ikki vil siga nakað um fundin, sum hevur ímillum býráðið og donsku byggi­frøðingarnar um flogvøll á Glyvursnesi, spurdu vit hann, hvat hann helt um flogvallarmálið sum heild. Og Leivur Hansen dylir ikki fyri, at hann heldur at vit eiga at gera nýggjan flogvøll í Føroyum. Og tað skal gerast, áðrenn støða verður tikin til málið um at byggja flogvøllin í Vágum út. Ein ítøkilig ætlan er um at leingja flogvøllin í Vág­um 200 metrar, uppí 1.450 metrar. Og ein onnur ætlan er gjørd um at seta ^3glíðibanaanlegg3 upp, sum ger, at flogførini kunnu seta seg í verri sýni enn nú. Men Leivur Hansen heldur, at áðrenn støða verður tikin til útbyggingina í Vágum, eigur tingið at taka flogvallarmálið upp til viðgerðar og at taka støðu til, um vit skulu byggja ein framtíðar flogvøll í Føroyum, ella um vit skulu verða nøgd við eina lappaloysn í Vágum, sum fer at beina fyri øllum tosið um flogvallarviðurskiftini tey næstu 50 árini. Eg haldi, at vit sakna tað kjakið í Tinginum. Og tað kjakið skuldi verið tikið upp, áðrenn støða verður tikin til at leingja flogvølli í Vágum. Fer býráðið at royna at fáa tingið at taka málið upp? Tað vænti eg ikki verður neyðugt. Hetta er eitt mál, sum átti at havt so stóran, landspolitiskan áhuga, at tingið skuldi tikið tað upp av sær sjálvum. Men hvat um teir kortini ikki gera tað? So kann tað væl vera, at býráðið kemur til til ta niðurstøðu, at vit eiga at royna at fáa málið reist í tinginum. Flogvøllurin skal vera 1.800 metrar Leivur Hansen heldur ikki, at flogvøllurin í Vágum fer at nøkta framtíðartørvin á flogvølli í Føroyum. Hóast hann verður longur 200 metrar, upp í 1.450 metrar, er og verður tað ikki meiri enn ein lappaloysn. ­ Tað verður undir ongum umstøðum ein endalig loysn at leingja flogvøllin í Vágum 200 metrar. Býráðsformaðurin í Havn sigur, at ein framtíðarflogvøllur í Føroyum er í hvussu so er 1.800 metrar langur og 45 metrar breiður og hann hevur ein trygdargeira uppá 150 metrar hvørjumegin við. Og tað gevur heilt aðrar møguleikar fyri flogferðslu, enn vøllurin í Vágum gevur. Leivur Hansen sigur, at ein vøllur, sum lýkur hesar treytirnar, varð mettur at kosta 525 milliónir við teimum høgu prísunum, sum vóru seinast í áttatiárunum. Tvs, at tað er skeivt at tosa um, at nýggjur flogvøllur á Glyvursnesi kostar fleiri milliardir. Hann kostar eina hálva milliard. Og so mugu vit spyrja okkum sjálvi, um tað er ein so tung uppgáva, at vit heldur eiga at sláa okkum til tols við eini lappaloysn í Vágum. Leivur Hansen sigur, at býráðið hevur ikki gjørt nakrar nýggjar kostnaðarmetingar av, hvat flogvøllurin á Glyvurnesi kostar. Men eru tit í ferð við at gera eina nýggja kostnaðarmeting? Tað eru vit møguliga, er alt, býráðsformaðurin vil svara til tað. Hevur býráðið verið í sambandi við landsstýið um málið? Tað havi eg onga viðmerking til, sigur Leivur Hansen. Jóannes Eidesgaard joannese@post.olivant.of Ofta etur hundur tað, hann sjálvur havnar Sjálvstýrisflokkurin og Skotlandssiglingin Eg má erliga viðganga, at mín fyrsta spontana viðmerking til tíðindasendingina í Svf fríggjakvøldið var, at hetta má vera ein vittigheit. Tað kann ikki bera til, at Helena Dam á Neystabø í rámasta álvara meinar tað, hon sigur um Skotlandssiglingina, tí hon og Sjálvstýrisflokkurin hava lagt alla orku í at fingið framt beint tað øvugta. Sendingin hevði í hvørfall verið tikin í fullum álvara sum skemt, um hon varð send sum ein partur av nýggjársskemtinum hjá sjónvarpinum. Og sum um ikki hetta var nóg mikið, so kemur Sámal Petur í Grund í Sosialinum dagin eftir við viðmerking til somu sigling, sum hann so eftirtrykkiliga hevur lagt í oyði. Men nú er tað knappliga Edmund Joensen, Signar á Brúnni og Jóannes Eidesgaard, sum skulu gerast til syndabukkar fyri hesum totalt miseydnaði samferðslupolitikki, sum Sjálvstýrsiflokkurin hevur staðið fyri. Men hvusuu tit venda og snara hesum máli, so er tað veruleikin og sannleikin, sum hevur brent seg fastan í minninum hjá øllum føroyingum. At tað er ein flokkur, møguliga stuðlaður av øðrum, sum hava avreitt eina rutu, sum tað almenna við bit og slit hevði bygt upp, og sum hóast trupulleikar bæði fíggjarligar og tekniskar, hevði eina framtíð framman fyri sær. Poltikkur er sanniliga at kunna síggja eitt sindur longur fram enn til dagin í dag og í morgin. Henda rutan hevði, um hon hevði fingið politiska undirtøku frá serliga Sjálvstýrisflokkinum, kunnað ment seg í allar mátar. Og hetta verður, um vit vilja tað ella ei, ein stór ruta í framtíðini. Um vit koma til eina oljuvinnu, so verður tað júst rutan til Aberdeen, sum fer at veksa, meðan aðrar m.a. tær til Danmarkar fara kanska at minka. Men heldur ikki hetta sóðu tit í Sjálvstýrisflokkinum. At so Sjálvstýrisflokkurin haraftrat gav Teistan burtur fyri minni enn tað, sum tað almenna hevur brúkt upp á Nósloyar Páll, og at Sjálvstýrisflokkurin haraftrat hevur avreitt ein hóp av føroyskum arbeiðsplássum til frama fyri útlendsk arbeiðspláss, og at Sjálvstýrsiflokkurina haraftrat hevur tikið ein ferðamøguleika frá tí vanliga fólkinum, ja tað er bert prógv um, at tit ikki megnaðu uppgávuna at umsita hetta málsøkið. Helena Dam á Neystabø hevði hug at geva Fólkaflokkinum skyldina fyri, at Skotlandsrutan varð privatiserað ella givin til teir privatu, sum rættari er. Tað er møguligt, at so er, men tað er ein vánalig politisk undnaførsla, ikki at kunna standa við tær avgerðir, sum tit saman við øðrum hava tikið í hesum máli. Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu, sum Sjálvstýrisflokkurin var partur av og hevði verið partur av, um hann hevði sloppið at hildið fram, stendur: >>Samferðslan við útheimin má verða skipað soleiðis, at hon - á privatum hondum - tryggjar útflutningsvinnuni best møgulig kor<<. Í samgonguskjalinum, sum vit skrivaðu undir saman við samgonguni í sept. 1994 stendur: >>Samferðslan við útheimin má verða skipað soleiðis, at hon tryggjar útflutningsvinnuni best møgulig kor<<. Munurin er, at vit ikki tóku undir við orðingini >>á privatum hondum<<, men tað hevur Sjálvstýriflokkurin. Eg hugsi ikki, at tað var so nógv, tí at tit endiliga vildu sleppa at halda fram í samgongu, jú møguliga tað eisini, men fyrst og fremst tí, at tit taka undir við privatiseringspolitikkinum. Tað haldi eg, at tykkara lutur í landsstýrinum, so týðiliga vísti, aftaná at vit mynstraðu av. Men Helena Dam á Neystabø, munurin er ikki bert ein orðing, men tann veruleiki, at tit aftaná at eingin verji var eftir í samgonguni av hesi rutu, tóku stigið fult út og jarðløgdu rutuna. Munurin er ikki bert ein orðing, men munurin millum okkara politikk og góðan borgarliganm politikk. Speglið tykkum nú í úrslitinum. Eitt er so vist, at tað verður ringt hjá Helenu Dam á Neystabø og Sjálvstýrsiflokkinum at verða tikin í fullum álvara, tá hetta uppskotið kemur til viðgerðar. Enn einaferð mugu orðini um, at ofta etur hendur tað, hann sjálvur havnar, ásannast. Jóannes Eidesgaard Tiltøk Møtir, fundir o.a. Samkoman Immanuel Mikukvøldið møti kl. 20.30. Rhema á Hálsi Mikukvøldið kl. 20 møti. Exodus og Sørin Petersen luttaka. Øll eru vælkomin. KFUM & KFUK Í dag kl. 17-18.30 í KFUK: Várgleði (barnadeildin). Í kvøld kl. 19 í KFUM: Teen-club (13-16 ár). Mikukvøldið kl. 20 hittast Varðmenn í KFUM. Hóskvøldið kl. 19.30 verður hugnaløta í KFUK. Fríggjakvøldið er opið hús í KFUM. Børn undir 13 ár kl. 19-21. Ung yvir 13 ár kl. 19-01. Øll eru vælkomin til okkara tiltøk og fundir. Frelsunarherurin, Tórshavn Í dag kl. 17: Club 7 up. Mikudagin kl. 15: Bøn. Mikukvøldið kl. 20: Bíbliutími. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundur verður í Havn í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Mentunnar-caféin Ælabogin Bøgøta 3, Klaksvík Hóskvøldið 12. febr. verður japanskt kvøld í Ment-unnar-caféini Ælabogin. Borðreitt verður við ymiskum japanskum mati, ljósmyndir verða vístar og møguleiki verður at fáa eitt sindur av innliti í sermerktu japansku mentanina. Lynn Reveal, sum hevur búð og ferðast nógv í Japan, skipar fyri kvøldinum. Opið er frá kl. 20 og tiltakið kostar við øllum 30 kr. Atgongumerki kunnu keypast í forsølu hjá Galleri Carolina. Øll eru hjartaliga vælkomin. Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sending in frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Herning, Jylland 21. febr. verður tiltak fyri føroyingar í Jyllandi í Danmark. Tiltakið verður í Josvalskúlanum, Dalgasgade 11, Herning. Byrjað verður kl. 15.00 við hugnaløtu og uml. kl. 16.30 verður evangeliskt møti. Við verða Godtfred Joensen v/ familju. Eisini verður sangur, tala, søga, ljósmyndir o.a. Áhugað kunnu venda sær til Jens Olsen, tlf. 20458073, Símun J. Hansen, tlf. 20660962, ella Svein Askildsen, tlf. 97225623 Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Rættleiðing til oddagrein blaðsins Í oddagrein í Sosialinum tann 7. februar 1998 stendur, at føroyingar eru farnir í holt við at stovnseta oljufeløg á hvørjum tanga. Nevnt verður, at tær stóru vinnulívsfyritøkurnar í Føroyum hava tikið seg saman um at stovna eitt oljufelag, ið sambært Degi og Viku, hevur í umbúna at gera eksklusivavtalur við eitt ávíst oljufelag. Ein av hesum stóru vinnulívsfyritøkunum er sambært blaðnum fyritøkan hjá løgmanni. Fyri at rætta hesa stóru misskiljing, eri eg noyddur at koma við hesi rættleiðing. Sjálvur eigi eg onga fyritøku einsamallur, men eri minnilutpartaeigari í kendari fyritøku her á landi. Eg vendi mær til nevndarformannin, um felagið hevði fingið áheitan um at seta partapening í eitt oljufelag og um støðu felagsins til hendan spurning. Ikki tí, hetta stendur felagnum sum øllum øðrum feløgum í landinum frítt. Til tað segði nevndarformaðurin, at umbøn var komin um at seta partapening í eitt oljufelag, men at nevndin einmælt hevði avgjørt ikki at seta partapening í oljufelagið. At eitt so stórt blað í eini oddagrein, sum beinleiðis vísir støðu blaðsins, ikki vandar sær betur um upplýsingar, men heldur spinnur ein enda burtur úr nøkrum, sum beinleiðis er misvísandi, er eitt stórt bakkast fyri trúvirði blaðsins. Tað er at harmast um, at lesarin ikki verður virdur meir. At talan er um eitt persónligt álop á meg kann eg liva við. Tað, ið er verri, er, at blaðið ikki kannar haldbarið í slíkum upplýsingum. At slíkt verður skrivað, er til almiklan skaða fyri føroyskan oljupolitikk. Eg fari tí at heita á Sosialinum um at rætta hesi tíðindi á týðiligum stað, soleiðis at eingin ivi stendur eftir hjá lesaranum í hesum máli. Vinarlig heilsan, Edmund Joensen, løgmaður Niels Juul Haraldsen, Miðvági, minningarorð Minni um pápa mín, ið fórst við >>Sjóstjørnuni<< 11. februar 1973 Fjórðingaøld er liðin - vestur í havið legði úr Miðvági >>Sjóstjørnan<< og manning farvæl segði stríddist hann á havinum alt sítt lív heima bíðaði bæði børn og vív leiddi meg pápin oman at siga farvæl tólv ára gomul - eg minnist tað so væl. Teskaði mær í oyra - komi skjótt aftur til tín stóra og máttmikla havið teg tók til sín kíndi mítt hár og á hvønn kjálka eg fekk ein koss síggi teir fara vestur um Bøsdalafoss hondin, ið meg leiddi eg ei meira kann ná leingist at síggja títt smíl og tín kærleika fá. Ynski so tú leiðir meg ta lívsfríska vár sorgin hon nívir og úr eygum renna mong tár eg veit tú nú í himmiríkið býr myndin av tær hon er mær so dýr á bróstinum hongur tann myndin av tær sum eg minnist og goymi at hjartað nær. Við >>Sjóstjørnuni<< tit úteftir vánni hildu skipið til Íslands at sigla tit vildu ei vit kenna Harrans leiðir ynski so Hann sínar náðiveingir breiðir minnini um teg og teir, ið við tær vóru sorgarboð til Miðvágs bygd og heimini bóru. Minnist tú kom aftur av langari ferð dukkan tú gav mær hon var mín verð barnasálin hin bjarta tú í eygunum sá unga bankandi hjarta í tínum fangi lá kærleiki tín gav mær megi og mátt tí svav eg so trygt hvørja einastu nátt. Rætti mína hond fram at tær merki tú er mær enn so nær koma vit einaferð heim til tín bróður og eg og móðir mín siti og hugsi um teg og meg fekk eg sagt, hvussu høgt eg elski teg. Dóttir tín Havið tók Til minnis um teir, sum fórust við >>Sjóstjørnini<< í februar 1973 Mangur fór á havsins báru mangur feldi sorgartáru mann og son so mangur misti hvat teir doyði eingin visti. Hvør kann troysta tey ið missa einans eitt er hetta vissa tú skal aftur tínum møta skjótt er farin lívsins løta. Havið tekur, havið gevur bæði logn og ódnarveður stóran fong - og sorg í smáttu tók tann kærasta vit áttu. Havið slettur spor tú setti mitt í ódnarveðri kvetti hvørja vón í livið hevði brátt hann kom hin kaldi deyði. Einaferð vit Harran síggja kvetta deyðans hvassa líggja ævigt lív og einans gleði fáa vit á evsta degi. Harry Birtilíð Sigur >>AirSep<< tær nakað? Nýggj útgerð tekur burtur vandamiklan oljudamp Maskinmenn eru í størri vanda enn onnur at fáa krabbamein og sjúkur í andaleiðingini. Orsøkin er oljudampurin. Men nú er loysn fyri hesum. Fyri nøkrum árum síðan fór amerikanska felagið Walker Engineering í samstarvi við sjóverjuna undir framleiðslu av tí, sum teir kalla >>AirSep-skipanina<<. Síðani er hetta >>uppfinnilsi<< farið um stóran part av heiminum. Henda útgerð hevur nevniliga víst seg at kunna taka burtur vandamiklasta heilsuvandan, sum maskinmenn eru í undir arbeiði. Gjøgnum árini eru nógvar kanningar gjørdar av heilsuni hjá maskinmonnum, og niðurstøðan er, at teir, sum arbeiða í einum maskinrúmi, eru í 2-3 ferðir størri vanda enn onnur at fáa krabbamein og sjúkur í andaleiðingini. Men nú er loysn fyri hesum. Og ikki bert á hesum, men eisini á øðrum trupulleikum. Íslendingar hava tikið nýggju útgerðina til sín, og nú umboðar Eyðbjørn Clementsen á Sandi íslendska felagið Véltak á Hafnafirði, sum er einaumboð fyri hesa útgerð í Europa. Men hvat er so >>AirSep<< fyri nakað? AirSep er eitt tól, sum verður sett á luftinntakið á motorinum ella turbinuni. Endamálið við hesum tóli er fyrst og fremst at bøta um umhvørvið, soleiðis at tú sum maskinmaður ikki nýtist at seta heilsuna í vága fyri at arbeiða í einum maskinrúmi. Nógvir maskinmenn hava høvuðpínu og aðrar trupulleikar av oljudampinum, sum kemur frá maskinuni, men henda útgerð syrgir fyri, at tað í nógv størri mun slepst undan hesum. Eyðbjørn Clementsen sigur, at AirSep-skipanin er spildurnýggj í Føroyum, men seinastu 18 mánaðirnar hava ikki færri enn 165 íslendsk skip fingið hesa útgerð ísetta. Eg havi sjálvur siglt sum maskinmeistari við íslendskum skipi, sum hevur hesa útgerð. Luftin í maskinrúminum er vorðin nógv reinari, og tað er maskinrúmið eisini. Vit brúktu einar 50-60 litrar av motorolju um samdøgrið, men við AirSep-útgerðini fór nýtslan niður á 18 litrar um samdøgrið. Eyðbjørn sigur, at vanliga er trýst á krumptapshúsanum sum ger, at maskinan lekur olju og damp gjøgnum pakningar, pakkdósir og somuleiðis fer roykur upp ígjøgnum skorsteinin. Men við AirSep-skipanini hvørva allir innvendigir og útvendigir lekar, tí útgerðin skapar eitt undirtrýst í staðin fyri eitt yvirtrýst og skilir olju og luft frá hvørjum øðrum. Hann vísir á, at umleið 30% av dampinum, sum fer út í luftina og inn á útluftingina á krumtapshúsanum, er olja. Men tá ið AirSep hevur reinsað gassið, fer yvirfallið niður aftur í krumtapshúsan. Tað merkir, at gassið verður sett inn aftur í motorin og brent umaftur. Tí spara skipini, sum fáa sær eina AirSep-skipan, hópin av motorolju. Orsøkin til, at Eyðbjørn kom í samband við íslendska felagið Véltak, sum umboðar hesa útgerð, er, at skipið, sum hann var við, fekk eina tílíka skipan ísetta, og sjálvur viðgongur Eyðbjørn, at hann er sera bilsin av góða úrslitinum. Ein annar trupulleiki er, at oljudampur ofta kemur upp úr maskinrúminum og upp í verksmiðjuna, men við AirSep verður hesin trupulleiki ógvuliga minimalur fyri ikki at siga eingin, tí nú verður einki trýst út úr maskinuni longur. Eyðbjørn vísir á, at útgerðin eisini kemur manning sum heild til góðar, tí skipini rúka minni, og harvið kemur minni roykur inn í manningarrúmini. Íslendska felagið hevur sett hesa útgerð á motorar, sum eru heilt úr 100 hk upp í 3.000 hk. Spurdur, um AirSep minkar um megina á motorinum, sigur Eyðbjørn, at tað er júst tvørtur ímóti. Tað er stórur munur í einum maskinrúmi, sum hevur AirSep og einum, sum ikki hevur. Eg hevði so ikki viljað verið hesa útgerð fyri uttan. AirSep-útgerðin er ikki serliga kostnaðarmikil. Tað kostar einar 70.000 krónur at seta eina slíka skipan á eina maskinu, sum er einar 1800 hk og á tveir ljósmotorar. Um skipanin bara verður sett á høvuðsmotorin, er hetta ein íløga upp á einar 45.000 krónur. So tað er skjótt at spara henda pening innaftur, sigur Eyðbjørn Clementsen, sum býður sær til at upplýsa menn, sum kundu hugsað sær at fingið meira at vita um hesa at kalla kollveltandi útgerð. Sjálvur hevur Eyðbjørn ein hóp av myndum av íslendskum skipum, sum hava fingið hesa útgerð. So, tað ber altíð til at fáa hetta prógvað, um menn eru í iva, leggur hann afturat. Eyðbjørn er at hitta á tlf. 61073, og hann hevur telefax nr. 61873. v. Giktafelagið 50 ár Í sambandi við at Giktafelag Føroya er 50 ár í ár, fer felagið at skipa fyri fundum ymsastaðni í landinum. Byrjað verður í Vági nú leygardagin 14. febr. Fundurin verður í auluni í Vágs skúla kl. 16.00. Mánakvøldið 16. febr. verður fundur í nýggja skúla í Hvalba, byrjað verður kl. 19.30. Á báðum fundunum verður føroyski filmurin Gikt - orsøk og viðgerð vístur. Aftan á verður drekkamunnur og møguleiki verður at seta spurningar og annars fáa eitt prát við tey, sum feila tað sama. Kunnað verður um Norðurlendska samarbeiðið og bóklingar og annað upplýsandi verður at fáa. Felagið hevur fingið gjørt eina plakat í sambandi við 50 ára haldið, og er tað Frits Johannesen, sum hevur teknað. Ymisk onnur tiltøk verða seinni á árinum, m.a. ein stór fyrilestrarøð við norðurlendskum læknum. Vit fara at frætta meira um hetta tá tiltakið er fastlagt. Samkoma í Herning fyri føroyingar Leygardagin 21. febr. verður skipað fyri samkomu fyri føroyingar í Danmark. Tiltakið verður í Herning, sum liggur mitt í Jyllandi, uml. 1 tíma frá Århus, Ålborg og Esbjerg. Tiltakið verður í Josva skúlanum, Dalgasgade 11 (2 min. gongd frá bussstøðini í býnum). Byrjað verður kl. 15.00 við hugnaløtu. Á skránni verður m.a. sangur, framførsla av sangi og tónleiki, ljósmyndir úr føroyum og frásøgn. Eisini verður ein drekkamuður at fáa. Við í tiltakinum verða eisini Godtfred Joensen við familju, sum fara at syngja ymiskar sangir. Uml. kl. 16.30 verður evangeliskt møti. Á møtinum verða talur, vitnisburðar, søga til børnini og sangur. Eftir møtið fara vit at hugna okkum við pizza. Áhugað kunnu venda sær til Jens Olsen, tlf. 20458073, Símun J. Hansen, tlf. 20660962, ella Svein Askildsen, tlf. 97225623 Jóan Pauli Joensen professari við Universiteti í Bergen >>Det akademiske kollegium<< við Universiteti í Bergen hevur sett Jóan Paula Joensen í starv sum professara í etnologi við In-stitutt for Kulturstudier og kunsthistorie, Universitetet í Bergen. Hetta institutt hevur undirdeildir í listasøgu, etnologi (fólkalívsfrøði), folkloristik (fólkaminnisfrøði) og teaturvísindi. Umleið 50 fólk eru í vísindastarvi á instituttinum, umframt 600 studentar. Jóan Pauli Joensen er útbúgvin í etnografi, etnologi og søgu við Aarhus Universitet og Lunds Universitet. Hann hevur fyrst og fremst granskað í føroyskari siðsøgu og føroyskari fólkamentan. Hesum kemur hann fyri stóran part at halda áfram við í nýggja starvinum. Jóan Pauli Joensen vardi doktararitgerð sína í etnologi Færøske sluppfiskere við Lunds Universitet í 1975, sum gav honum heitið fil. dr. Í 1980 var hann tilnevndur dosentur í etnologi við sama universitet. Í 1987 fekk hann dr. phil.-heiti, eftir at hava vart doktararitgerð sína í siðsøgu Fra Bonde til Fisker við Aarhus Universitet í 1987. Jóan Pauli Joensen hevur verið savnvørður á Føroya Fornminnissavni í 15 ár. Har skipaði hann fyri m.a. tí stóru innsavningini Føroyar í slupptíðini. Í 1989 varð hann tilnevndur professari í fólkalívsfrøði og siðsøgu á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur verið valdur rektari setursins síðani 1990. Hann situr eisini í fleiri nevndum, m.a. Nordisk Forskningspolitisk Råd og er í løtuni formaður í Granskingarráð Føroya. Jóan Pauli Joensen tekur við nýggja professarastarvinum við Universitetið í Bergen til várs, men hann kemur framhaldandi eisini at verða knýttur at setrinum. At renna undan frælsinum, mennir onga menniskju Røða hjá Paula Nielsen í sambandi við útskriving av pedagogum í februar 1998 Tað er løtur sum hesa, vit lærarar merkja, hvussu krevjandi og stuttligt tað í grundini er at vera lærari á Føroya Læraraskúla. Seinastu trý árini, og eitt hálvt afturat, hava tit knossast saman við okkum, og sum tíðin er liðin, hava vit meira og meira sæð tykkum knossast, einsamøll og saman í bólkum, til tess at fáa greiðu á øllum teimum torføru spurningum, sum ábyrgdarfult pedagogiskt arbeiði krevur. Samstundis hava tit lagt tykkum eftir, at læra tykkum dygdir, bæði handaligar og andaligar, sum geva tykkum førleika at inna verkið, og at vaksa og mennast við tí. Tit hava lært, at soleiðis sum vit velja at síggja menniskjað, soleiðis fara vit eisini við tí. Tit vita, at vit vænta av tykkum, at tit nýta tykkara vit og skil at menna arbeiðið við børnum og teimum menningartarnaðu her á landi, so allir føroyingar av sonnum kunnu merkja, at vit liva í einum mentaðum landi, har virðingin fyri tí einstaka borgaranum, líka mikið hvussu hann ella hon eru útborin, ger okkara samfelag til eitt samfelag, sum er gott, og sum er vert at liva í. Tit vita, at tit eru umboð og verndarar teirra, sum veikast eru í samfelagnum, og tí umboð og verndarar teirra, sum hava ringast við at verða hoyrd, tá ið menn við valdi vísa sína styrki og býta út samfelagságóðan. Tit vita, at tað eru tit, saman við teimum, sum frammanundan tykkum hava valt at búgva seg út til somu yrkisleið sum tit, ið skulu berjast fyri sømuligum korum og arbeiðslíkindum hjá tykkara týdningarmiklu og ósjálvsøknu stætt. Tit vita, at tit fara at fáa mangt nosið frá teimum, sum ikki eru komin longur enn til tær einføldu pedagogisku loysnirnar, og tí ikki vita, hvussu innantóm rópini hjá teimum eru. Tit vita eisini, at tey, sum varða av børnunum, teimum menningartarnaðu og øðrum, ið verða litin upp í tykkara hendur, og mong afturat teimum, virða tykkum og hámeta tykkum fyri væl gjørt verk. Tað er frá tykkara væl gjørda verki, at tignin má koma. Tit vita, at stór ábyrgd liggur á tykkum, og at vit, sum hava hjálpt tykkum at búgva tykkum út, vænta, at tit fara at liva upp til vónirnar og ábyrgdina, ið verki at fremja eitt tað truplasta og nyttugasta arbeiði, sum til er. Tey flestu munnu kenna Jante-lógina hjá Sandemose, og hvat hon stendur fyri. Burtur úr henni, kunnu vit eisini lesa hennara lívgandi mótsetning. 1.Tú skalt vita, at vit rokna við tær. 2.Tú skalt vita, at vit vita, at nakað virðismikið og gott er í tær, sum onnur hava brúk fyri. 3.Gloym ikki, at í minsta lagi 4-5 fólk - tey næstu - eru tætt bundin at tær. 4.Tú skalt vita, at tú hevur menniskjaligar eginleikar, sum vit fegnast um. 5.Tú skalt vita, at vit onnur eisini vita, hvat tað er, at kenna seg uttan týdning, virðisleysan, einsamallan og miseydnaðan. 6.Tú skalt vita, at vit hava nakað í felag. 7.Tú skalt vita, at vit vilja gera nógv fyri teg. 8.Tú skalt sanna, at egna lív títt og menningin av samfelagnum eru bundin at tínum parti. 9.Vit - tú og eg - kunnu loysa nógvar trupulleikar saman. Her er sjálvt grundarlagið undir fólkaræðinum. Her er frælsið til hvønn kvennmann og kallmann, sum setir menniskjana í sær sjálvum nóg høgt til eisini at geva pláss fyri grannanum. Her er grundarlagið ljóst undir tykkara starvi. Frælsi við ábyrgd. Tit hava vónandi lært, at frælsi hjá tí einstaka ikki er nakar sjálvsagdur rættur, men ein skylda, sum mennist í frælsi, og fánar í fjøtrum. Spanski heimspekingurin, Fernando Savater, hevur skrivað tvær bøkur um etikk og politikk. Tær eru skrivaðar við hjartablóði til hálvvaksa sonin Amador, og eru um tað frælsi, sum vit øll menniskju hava sum møguleika, tá ið vit vilja taka á okkum tað strevið, sum frælsið krevur av okkum: Í bókini >>Politica para Amador<<, sigur hann millum annað: >>Tess meira forboð vit seta í royndini at jarðleggja freistingarnar, meira freistandi verða tær. Høvdu onnur ikki víst okkum ta meinsku fruktina, høvdu vit vanliga als ikki varnast, hvussu lokkandi hon er. Og er fruktin ikki bara forboðin, men sera, sera strangliga bannað, kanst tú siga tær sjálvum, hvussu lokkandi hon tá verður. Vit hava jú øll okkara veikleikar, alt eftir egnum sinnalag og hugflogi, og mangan verður tað so, at vit vilja banna øllum øðrum tað, sum vit ikki sjálv orka at standa ímóti...<< Hann lýsir hetta við einum glógvandi dømi, sum hann hevur loftað úr útvarpinum: >>Ein kona greiðir breggjandi frá, at hon er spælinarkomanur. Ja, hon er so púra burturi í spæli, at hon fekk als ikki hildið seg burtur frá spæliautomatum. Hon greiddi frá, hvønn gandamátt automatirnar á vínstovum høvdu á hana. Hon lýsti ørandi dráttin og spenningin eftir at royna, um hon nú man fara at fáa tann stóra vinningin. Hon hevði spælt allan peningin burtur, mátti taka lán, ja, hon var fús at gera hvat tað skuldi vera, bara hon slapp at spæla. Og hon endaði samrøðuna, sum ein kundi væntað, við forargað at siga: >>Hasar ræðuligu maskinurnar áttu at verið avsagdar<<. Útvarpsmaðurin, sum ikki tóktist at vera serliga væl at sær komin, tók undir við henni í staðin fyri bart út at siga við hana: >>Góða kona, tygum áttu als ikki at spælt<<. Automatirnar skapaðu hennara trupulleikar, ikki hennara egna ábyrgdarloysi. Eina aðra staðni nevnir Savater Manuel Azana, sum var forseti í Spania í stjórnini, sum varð rikin frá, tá ið Franco gjørdi sítt hernað-arkvett. Azana varð spurdur, um hann veruliga helt, at frælsi gjørdi menniskju lukkuligari. Hann svaraði: >>Tíverri má eg siga, at tað veit eg ikki, men eg eri harafturímóti sannførdur í tí, at frælsi ger okkum til menniskju<<. Soleiðis, mínir góðu pedagogar, havi eg valt at fylgja tykkum út av Læraraskúlanum. Eg ynski tykkum hjartaliga til lukku við próvnum og tæri at standa sinn í verki. Eitt orð skulu tit fáa afturat. Eg taki tað uppaftur eftir Vaclav Havel, stríðsskaldið, sum nú er forseti í Kjekkia. Hann sigur: >>Størsti fíggindin í okkara tíð er okkara egna neyðarslig- heit, Líkasælan fyri felags søk, fáfongdin, hugmóðin, dramblætið, sjálvshevjanin og klandrið, runnið av egnum áhugamálum. Tað stríðið er júst nú byrjað<<. Tað er í bardaganum móti hesi neyðarsligheit, tykkara størsta avbjóðing liggur. Pauli Nielsen Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað gekk ongan veg á fundinum í Róm Fótbóltur: Danir og hinir í bólki eitt í EM undankappingini fóru til hús sum av torvheiðum, tá teir skuldu leggja sína skrá Hjá føroyingum og hinum í bólki níggju í EM undankappingini gekk sum eftir ánni, tá skráin fyri teir tríati dystirnar skuldi leggjast. Soleiðis gekk tað als ikki, tá italiumenn vóru vertir, og danir, sveitsarar, walisarar og umboð fyri Hvítarussland vóru gestir í Róm í síðstu viku við tí fyri eyga at fáa lagt kappingina til rættis. Samráðingarnar vardu í seks tímar, men so var einki annað at gera uttan at staðfesta, at tað gekk ongan veg. Fundurin varð slitin, og nú skal UEFA skera ígjøgnum og leggja eina skrá, sum londini verða noydd at taka til eftirtektar. Misnøgdir Eins og hjá føroyingum og hinum í bólki níggju, so hevði UEFA eisini fyri bólk eitt gjørt fyribils lutakast, men tað kom ikki upp á tal, hvussu hetta skuldi brúkast. Á fundinum varð uppskotið hjá UEFA umrøtt, sum leggur upp til, at tveir landsdystir verða spældir beint eftir hvønn annan, soleiðis sum vit fleiri ferðir hava umrøtt hetta hesa síðstu tíðina, og hóast tað ikki bar londunum til at semjast um, nær hvør skuldi spæla móti hvørjum, so var breið semja kring borðið um, at uppskotið hjá UEFA er stak óheppið. Hóast misnøgdina so verður kortini ásannað, at tað fer ikki at bera til hjá t.d. Danmark at sleppa undan dupult umførum. Tað eru bara fimm lond í bólki eitt, og tað vil siga, at hvørt landið skal spæla átta dystir, og tískil sleppa londini undan tveimum av teimum tíggju dystardøgunum, sum UEFA hevur sett av til EM undankappingina. Men uttan mun til, hvussu tað verður manøvrerað, so sleppa danir ikki undan í minsta lagi tvær ferðir at spæla bæði í vikuskiftinum og mitt í viku. Ov tættir Tað hevur verið undrast á, at tað ikki bar umboðum fyri tey fimm fótbóltssambondini til at tinga seg fram til eina semju um viðurskifti, sum annars vóru mett sum avgreiðslumál. Einki verður sagt um, hví hetta ikki eydnaðist, men tað er kanska ikki langt av leið at ímynda sær, at ein trupulleiki er, at tað so at siga eru ov nógvir høvdingar og ov fáir indianarar. Í bólkinum, har Føroyar eru í, eru tvey lond, sum tykjast hava havt nógv meiri at siga, enn hini hava havt. Í bólkinum, har danir eru, er tað ivaleyst torført at siga italiumonnum, walisum og sveitsarum, hvar skápið skal standa, og um tað er so, at allir halda seg hava síðsta orðið, so er ikki so ilt at skilja, hví tað er so lítið smidligt. Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað er gott at eiga vinir í altjóða fótbólti Fótbóltur: FSF umboðini á fundinum í Prag fríggjadagin halda avgjørt, at tað kom teimum til góðar, at teir áður hava spælt ímóti bæði skotum og kekkum FSF umboðini, sum fríggjadagin í síðstu viku vóru í Prag, har skráin fyri komandi EM luttøkuna var fingin upp á pláss, fingu ikki so lítið av einum skelki, áðrenn teir nakrantíð fóru av landinum. Sum vit søgdu undan fundinum í Prag, so gongur tað alt meiri tann vegin, at UEFA ynskir at hava europeiska landsliðsfótbóltin í alt styttri og styttri tjóðri. Hetta verður m.a. gjørt við, at færri dagar verða settir av til landsdystir, enn tað hava verið gjørdir áður, og til stóra gleði fyri stóru feløgini, so eru dagarnir stúgvaðir meiri saman, enn tað hevur verið vanligt higartil. Hetta vistu føroysku umboðini væl frammanundan, at teir fóru av landinum. Skelkurin, sum teir fingu, beint áðrenn teir fóru avstað, var, at bræv kom frá UEFA, um at teir høvdu gjørt eitt uppskot til, hvussu dystirnir skuldu avgreiðast í bólki níggju. Rákið er týðuligt tann vegin, at alt meiri verður avgjørt á sentralum staði, og eg verði ikki kløkkur, um tað eina ferð í framtíðini verður soleiðis, at londini, sum eru komin í bólk saman, ikki fáa møguleikan at fundast um skránna, sum í staðin fer at verða løgd av UEFA og síðani send okkum, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, sum hevur verið við til slíkar telvingar nakrar ferðir. Uppskotið hjá UEFA At føroyingar vóru skakkir, tá teir hugdu at uppskotinum frá UEFA er ikki at undrast á. UEFA hevði gjørt uppskot til skrá, eftir at teir høvdu givið hvørjum landinum ein bókstav. Skotland hevði sum hægst styrkismetta landið fingið bókstavin A, og Estland hevði sum lægst styrkismetta landið fingið bókstavin F. Í uppskotinum var lagt upp til, at Føroyar í ár skuldu spæla á útivølli móti Kekkia 6. september, og heima móti ávikavíst Litava og Estlandi 10. og 14. oktober. Komandi ár skuldu føroyingar til Skotlands 27. mars, Bosnia skuldi koma á Svangaskarð 31. mars, Føroyar skuldu til Bosnia 9. juni, Skotland skuldi koma á Svangaskarð 5. september, føroyingar skuldu til Litava 8. september, og í síðsta umfarinum, 10. oktober í 1999, skuldi Kekkia spæla á Svangaskarði. Tutlið í korridorunum Føroyingar vóru sjálvsagt ógvuliga spentir, um londini í bólkinum, sum høvdu mest at siga - Skotland og Kekkia - fóru at brúka uppskotið frá UEFA og út frá tí tillaga endaligu skránna, ella um tey fóru fullkomuliga at bróta upp úr nýggjum. Royndirnar hava lært okkum, og vit mugu bara ásanna, at tað eru londini, sum eru styrkismett ovast, ið hava mest at siga, og at tað sjáldan ella ongantíð spyrst nakað gott burturúr, um vit ella onkur annar av teimum smáu roynir at seta høvd upp á teir stóru. Ofta vísir tað seg frægast at halda seg kúrran sum longst, og at fáa onkra avtaluna við teir stóru frá hondini í korridorunum, áðrenn tað av álvara verður farið undir felags tingingarnar, og soleiðis vísti tað seg eisini hesa ferð, sigur Ísak Mikladal: Longu áðrenn vit fóru úr Føroyum høvdu vit fingið eitt vink frá kekkum um, at teir vóru hugaðir at koma henda vegin í september, um vit vildu ganga við til at spæla í Kekkia í síðsta umfarinum, og tað søgdu teir seg vilja standa við. Áðrenn vit fóru inn á fundin, tosaðu vit við skotar, og teir spurdu okkum, um tað ikki var soleiðis, at okkum dámdi væl at spæla á heimavølli í juni. Tað ásannaðu vit, og so bjóðaðu teir sær at koma henda vegin fyrst í juni komandi ár, um vit vildu koma niður til teirra í oktober í ár. Og so vóru vit longu komnir væl ávegis. Kreditvirðið Kekkisku vertirnir settu fundin, og eingin hevði nakað ímóti, at teir leiddu fundin. Fyrsta takið var at tosa um útgangsstøðið, og tá gjørdu skotar vart við, at teir hildu tað vera meiri hóskiligt, um teir sum síðst drigna landið í bólkinum fingu bókstavin F, og at Estonia fekk bókstavin A. Hetta gekk fundurin við til, og so sá beinanvegin nógv betri út hjá føroyingum. Vit søgdu einki, men tað kom sjálvsagt sera væl við, at kekkiski fundarleiðarin sum næsta punkt á dagsskránni av einslistum fór at greiða hinum luttakarunum frá, hvussu umstøðurnar eru hjá Føroyum og føroyingum. Hann segði, at teir vóru sera fegnir um, at teir fyri triðju ferð í níti árunum vóru komnir í bólk við okkum, og hann bað umboðini fyri hini londini hava í huganum, at hjá okkum ber tað ikki til at spæla á heimavølli í oktober, og at tað ber als ikki til hjá okkum at spæla landsdystir í mars. Nú aftaná kunnu vit bara staðfesta, at hetta hevði árin á hinar luttakararnar, tí vit skulu ikki spæla á heimavølli í oktober, og alt bendir á, at vit sleppa undan at spæla á útivølli í mars. Útidysturin móti Bosnia er lagdur at vera 19. august. Tað høvdu tey fýra fundarumboðini fyri Bosnia einki ímóti, men um tað vísir seg, at hetta ikki fer at bera til hjá teimum, so kann tað koma upp á tal, at dysturin verður fluttur til síðst í mars, men tað vóna vit sjálvsagt ikki, greiðir Ísak Mikladal frá. Kenna sína støðu At tað sjáldan ella ongantíð spyrst nakað burtur úr, tá tey smáu fara at spæla við musklunum og royna at taka ræðið yvir teimum stóru, var fundurin í Prag gott dømi um. Estland møtti við tveimum fullfíggjaðum alternativum um, hvussu teir ætlaðu, at øll kappingin, sum hon er, skuldi avgreiðast. Tað hóvaði ikki teimum stóru, og so tóktist tað líka sum, at Estland so at siga mátti taka til takka við molunum, tá teir stóru høvdu býtt køkuna millum sín. Okkara leiklutur í slíkum samráðingum er at fylgja væl við og fanga teir møguleikar, sum stinga seg upp, tá teir stóru tingast. Sum eg áður havi sagt, so eru vit væl nøgdir, men samstundis má eg undirstrika, at tað var serliga gagnligt fyri okkum, og tað legði góðan botn í, at vit áður hava spælt móti og verið vertir hjá skotum og kekkum, sigur Ísak Mikladal. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo B68 fær styrk úr Russlandi Fótbóltur: B68 arbeiðir í hesum døgum við at fáa tveir russiskar spælarar til liðið Eins og hini feløgini er B68 farið at brynja seg til kappingarárið, ið stendur í durinum. Úr B36 kemur málmaðurin Magnus Poulsen, og í vikuni koma væntandi tveir russiskir spælarar á Svangaskarð. Jógvan Højgaard er varaformaður í B68, og hann váttar, at felagið hevur samband við tveir russarar. Tað hevur verið eitt sindur óvist, nær teir koma, tí tað hava verið trupulleikar við passinum hjá øðrum, men Jógvan Højgaard roknar við, at teir koma í hesi vikuni. Talan er um ein álopsspælara og ein miðvallara. Teir eru báðir 22 ára gamlir. Tað er russiski blaðmaðurin Ivan Maskolenko, sum ofta hevur verið á Toftum í sambandi við landsdystir, og sum í løtuni gongur á háskúlanum í Havn, ið hevur fingið sambandið í lag. Vit vita í veruleikanum ikki so nógv um teir og hava enn ikki bundið okkum til nakað mótvegis teimum. Í fyrsta umfari koma teir til okkum til royndarvenjing, sigur Jógvan Højgaard. Í fjør hevði B68 venjara og tveir spælarar úr Jugoslavia, men tað samstarvið eydnaðist ikki serliga væl. Fyri at siga tað bart út, so vóru teir ikki nóg góðir. Eg haldi, at tað sigur seg sjálvt, at um vit skulu fáa útlendskar spælarar til Føroyar, mugu teir vera betri enn teir føroysku, sigur Jógvan. Í fjør bant B68 seg ov tíðliga til venjaran og spælararnar, og tá tað so vísti seg, at teir ikki vóru tað, ið toftamenn høvdu vónað, var sera torført at >>sleppa av við teir aftur<<, um tað kann sigast soleiðis. Jógvan Højgaard veit sum sagt ikki so nógv um russararnar annað enn, at annar hevur spælt í Moskva, og at hin eisini hevur roynt seg í 2. deild í Finnlandi. Teir koma úr 3. deild í Russlandi, og Jógvan Højgaard heldur, at tað er nóg høgt støði til at kunna spæla í Føroyum eisini. Hópurin hjá B68 er annars sum so lítið broyttur í ár í mun til í fjør, men tvær týðandi broytingar eru kortini. Øssur Hansen er komin heim aftur úr GÍ, meðan Súni Fríði Johannesen er farin til HB. Um vit skulu gera okkum galdandi í kappingini, er neyðugt at styrkja liðið við spælarum útifrá, sigur Jógvan Højgaard. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo VÍF klárt á odda Hondbóltur: VÍF vann tryggan sigur á Neistanum sunnudagin og er nú trý stig framman fyri nummar tvey HONDBÓLTUR: Hjá vestmenningum kom tað væl við, at H71 vann á StÍF. Tað merkir, at VÍF nú er trý stig framman fyri nærmastu liðini. Sunnudagin spældi VÍF móti botnliðnum Neistanum og vann sannførandi 30-17. Støðan í hálvleikinum var 16-7 til VÍF. Bestu málskjúttar hjá VÍF vóru Áki Olsen við 7 málum og Ingi Olsen við seks. Jákup Sverri Kass og Páll Nólsoy skutu fýra mál hvør fyri Neistan. Um góðar tvær vikur skal VÍF spæla á Skála móti StÍF, og um vestmenningar vinna henda dystin, er ilt at fáa eyga á nakran, sum kann forða VÍF í at vinna enn eitt FM-heiti. emil@sosialurin.fo Stjørnan framvegis niðast Hondbóltur: Stjørnan er framvegis niðast í 1. deild hjá kvinnum HONDBÓLTUR: Stjørnan er framvegis niðast í 1. deild hjá kvinnum. Leygardagin taptu tær 17-20 eftir hálvleiksstøðuna 7-13 móti einum Neistaliðið uttan Ingu Danberg. Støðan sær rættiliga døpur út hjá klaksvíkskvinnum, eftirsum VB fekk tvey stig, so tað nú bert er GÍ eftir at røkka hjá Stjørnuni. Neistin er nummar tvey, tvey stig aftan fyri StÍF. Rúna Wardum var besti málskjútti hjá Neistanum. Hon gjørdi sjey mál - tað sama sum Simona Hansen gjørdi fyri Stjørnuna. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Kyndlamenn fingu síni fyrstu stig í endaspælinum Hondbóltur: Leygardagin fekk mansliðið hjá Kyndli móti KÍF loksins sín fyrsta sigur í endaspælinum Kyndil fekk sín fyrsta sigur í endaspælinum hjá monnum í hús, tá kollfirðingar vórðu sendir heim við einum 20-23 ósigri. Men Kyndil var alt annað enn sannførandi, og KÍF var á odda fram til tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, tá teir steðgaðu fullkomiliga upp. Tá var støðan 19-17 til KÍF, og Kyndil fekk ein mann útvístan. Men kortini megnaðu kyndlamenn at koma upp á 19-18 og fingu fýra mál afturat, áðrenn kollfirðingar komu aftur á máltalvuna. Tá hevði KÍF spælt eitt korter uttan at fáa mál, meðan Kyndil hevði fingið fimm, og so var spælið spilt hjá KÍF. Kyndil vann sín fyrsta dyst í endaspælinum og hevur nú bert steypafinaluna eftir at spæla um. Liðið fær ikki heiðursmerki og flytir ikki niður. Kyndil-KÍF 23-20 (13-15) Kyndil: Bjarni Wardum 9, Hannis Wardum 4, Uni Wardum 3, Bárður Mikkelsen 2, Niklas Djurhuus 1, Búi Holm 1, Bárður Johannesen 1, Ken Zachariassen 1. KÍF: Eddi Joensen 10, Jóan P. Olsen 4, Jónálvur Johannesen 3, Vagnur Johannesen 1, Petur M. Johansen 1, Petur M. Poulsen 1. Útvísingar: Kyndil 3, KÍF 4. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo H71 heldur lív í FM-vónini Hondbóltur: Við sera væl spælandi Hans Guðmundsson og Egini Høgnesen á odda vann H71 týðandi oddadystin móti StÍF Tað var lagt upp til stórdyst í høllini á Skála millum StÍF og H71, men tað vísti seg skjótt, at hoyvíkingar als ikki vóru áhugaðir í nøkrum stórdysti. At dysturin hevði stóran týdning fyri bæði liðini, sást á øllum brøgdum, og høllin var fullsett. Eisini úr Havn/Hoyvík vóru nógv farin inn á Skála at stuðla sínum liði ella bert fyri at síggja, hvussu leikur fór. Og tey fingu fullan valuta fyri pengarnar. H71 byrjaði sum eitt ódnarveður, samstundis sum tað gekk sera illa hjá StÍF at fáa bóltin í málið fyrstu løturnar. Soleiðis fekk H71 fimm mál, áðrenn Agnar Højgaard setti hol á fyri strandingar. Spælandi venjarin Hans Guðmundsson var ikki til at steðga. Hann skoraði, hvørja ferð hann skeyt, og so fór Jónleif Sólsker út at mansverja hann, men tað gjørdi ongan mun. Hvørja ferð H71 fekk 3-meturkast, kom stóri íslendingurin inn og sendi bóltin í málið. Tilsamans fekk Hans Guðmundsson 12 mál. Í hinum endanum spældi Egin Høgnesen ein stóran dyst í H71-málinum. Saman við Hans var tað fyrst og fremst Egin, sum gjørdi, at StÍF ongantíð megnaði at minka munin longur niður enn til trý mál. StÍF hevði John Petersen við fyri bert aðru ferð hetta kappingarárið, og hann spældi rímiliga væl, men sum hjá hinum á liðnum gekk striltið við at fáa bóltin framvið B36-liðfelaganum í H71-málinum. Artur Johansen fekk tíggju >>kassar<<, men eisini hjá honum fóru fleiri skot við síðuna av ella á stengurnar. Fimm av málunum hjá Arturi komu fyrra helmingin av seinna hálvleiki, ið var einasta løtan í dystinum, tá StÍF hótti H71 eitt sindur. Restina av dystinum høvdu hoyvíkingar tamarhald á støðuni, og tá hóttanin frá byrjanini av seinna hálvleiki var av, sást skriftin á vegginum: StÍF hevði mist tvey týdningarmikil stig í royndini at fylgja VÍF, meðan H71 við sigrinum kom upp á sama stigatal sum StÍF. Eftirsum VÍF vann sín dyst um vikuskiftið, eru vestmenningar nú trý stig framman fyri nummar tvey, men enn er nógv eftir at spæla um. Um nú StÍF leygardagin 21. februar klárar at koppa VÍF á Skála, og H71 samstundis vinnur á KÍF í Havn, er knappliga bert eitt stig á muni millum trý tey ovastu liðini, og so kann endaspurturin gerast rættiliga spennandi aftur. Annars hevur H71 nú steypafinaluna móti Kyndli komandi leygardag at hugsa um, áðrenn teir aftur kunnu fara at konsentrera seg 100 prosent um landskappingina. StÍF-H71 25-30 (10-17) StÍF: Artur Johansen 10, Sveinbjørn Poulsen 3, Jónleif Sólsker 3, Poli Hansen 2, Agnar Højgaard 2, Alexander Johansen 2, John Petersen 2, Tummas Johansen 1. H71: Hans Guðmundsson 12, Jákup S. Simonsen 6, Annfinn N. Debess 4, Halgir Dahl Olesen 4, Hallur Danielsen 1, Andreas F. Hansen 1, Finnur Hansson 1, Róaldur Jákupsson 1. Útvísingar: StÍF 6, H71 8. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo GÍ gav StÍF ein hvøkk Hondbóltur: Dysturin millum StÍF og GÍ í 1. deild hjá kvinnum varð ikki avgjørdur fyrr enn í seinasta minuttinum StÍF er framvegis fremst í kvinnudeildini, men tað var nær við, at strandakvinnur mistu stig móti GÍ, og tað hevði verið rættiliga óvæntað, um so var. StÍF vann við einum máli, sum kom í síðstu sekundunum av dystinum. GÍ fekk betru byrjanina og kom upp á 3-0, áðrenn StÍF svaraði aftur og javnaði til 3-3. Hjá GÍ var tað serliga Beinta Joensen, sum gjørdi um seg, og hon gjørdi eisini seks av teimum sjey málunum, sum GÍ fekk í fyrra hálvleiki, har av fimm tey fyrstu. StÍF slapp ongantíð frá GÍ, og ikki fyrr enn seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal, sluppu tær fram um fyri fyrstu ferð í dystinum. Men leiðslan gjørdist ongantíð meir enn tvey mál, og sjálv avgerðin fall ikki fyrr enn í seinasta minutti, tá GÍ fyrst javnaði til 15-15, men Katrin Petersen síðani gjørdi sítt einasta mál í dystinum til endaliga úrslitið 16-15. StÍF-GÍ 16-15 (8-8) StÍF: Signhild Petersen 6, Paula B. Jacobsen 4, Eyðleyg Mikkelsen 3, Bjørg Mikkelsen 2, Katrin Petersen 1. GÍ: Beinta Joensen 8, Maria Olsen 3, Kristine Ellingsgaard 1, Sonja Gleðisheygg 1, Sunrid Gleðisheygg 1, Annika Jacobsen 1. Útvísingar: StÍF 1, GÍ 4. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo VB sendi Kyndil í gólvið Hondbóltur: Gleðin mundi ongan enda fingið, tá VB-kvinnurnar sera óvæntað vunnu á Kyndli í Havn Kyndil var favorittur at vinna móti VB leygardagin, men tá dysturin var liðugur, vóru tað VB-kvinnurnar, sum fegnaðust, meðan kyndlakvinnurnar hingu við høvdinum. Tá hevði VB við Christinu Holm á odda nevniliga vunnið 23-19, og sigurin var enntá fult uppiborin. Fyrr í ár hevur VB spælt móti bæði Neistanum og StÍF og tapt sera tepurt, men hesa ferð eydnaðist tað loksins vágskvinnunum at vinna á einum av oddaliðunum. Samstundis misti Kyndil tvey týðandi stig, og knappliga er tað ringt at ímynda sær Kyndil sum føroyameistara í hondbólti hjá kvinnum 1998. VB byrjaði dystin betur og legði seg á odda 5-0, áðrenn Kyndil raknaði við og kom upp á javnleik 5-5. Men longur komu tær ikki, so setti VB ferð á aftur og fáar minuttir seinni vísti máltalvan 10 til VB og 6 til Kyndil. Og hóast kyndlakvinnur av øllum alvi royndu at taka tað mista inn aftur og fingu fleiri mál, kundu tær ikki steðga VB í eisini at skora í so at siga hvørjum álopi restina av hálvleikinum, so støðan í steðginum var 14-10 til tær undirtippaðu. Ivaleyst hava kyndlakvinnur eisini undirmett VB, tí tað er ein sannroynd, at tær gingu sera lætt um spælið, og hóast tekinini vóru um, at tað ikki fór at ganga, sum tær høvdu ætlað og ivaleyst roknað við, var tað ikki fyrr enn móti endanum av dystinum, at tær vaknaðu og fóru at kvika sær. Tá var tað ov seint, og tá dysturin so var lokin, var tað, sum um hevði VB vunnið føroyameistaraheitið, so fegnar vóru tær um at hava koppað Kyndli í egnari høll. VB valdi at mansverja Lotte Sørensen meginpartin av dystinum, og tað gav eisini bonus. Hóast Lotte gjørdi átta mál og Jacklin Djurhuus gjørdi seks, var tað ikki nóg mikið, tí hinar á liðnum vóru so eiðasørar at fáa bóltin framvið Guðrun í Lágabø í VB-málinum. Hóast tað ber til at siga, at teir bestu spælararnir kunnu taka sær av løttum fyrsta hálva tíman, tí eingin dystur verður avgjørdur í fyrra hálvleiki, nyttar tað ikki nógv, tá einki broytist í seinna hálvleiki. Og tað gjørdi tað ikki í dystinum leygardagin. Í fleiri førum varð Kyndlaverjan fullkomiliga útspæld, og VB-kvinnurnar vóru eisini nóg effektivar til ongantíð at lata Kyndil nærkast ov nógv í málum, til at sigurin kundi koma í vanda. VB hevur nú fingið luft í botninum, og um liðið kann vísa sama spæl í dystunum móti oddaliðunum StÍF og Neistanum, er ikki óhugsandi, at VB-kvinnurnar kunnu gera onkran óvæntaðan vørr afturat í kappingini. Kyndil hevði ikki uppiborið at fáa nakað stig leygardagin, og gamla reglan um, at tú mást vinna á liðunum, sum eru niðan fyri teg á stigatalvuni, um tú ætlar tær nakran veg í kappingini, er framvegis galdandi. Tað megnaðu bæði StÍF og Neistin, meðan Kyndil ikki megnaði tað. FM-møguleikin er ikki mistur enn, men kravið til Kyndil nú, at tær mugu vinna á báðum liðunum, sum eru oman fyri tær á stigatalvuni, fyri at gerast føroyameistarar, og tað er enntá ikki víst, at tað verður nóg mikið. Kyndil-VB 19-23 (10-14) Kyndil: Lotte Sørensen 8, Jacklin Djurhuus 6, Rakul N. Joensen 3, Semona Fjallstein 1, Ann Hansen 1. VB: Christina Holm 9, Sólrun Krosslá 6, Carol Strøm 3, Eydis Kjærbo 2, Rannvá Augustinussen 1, Sóleyð Holm 1, Arnleyð Krosslá 1. Útvísingar: Kyndil 0, VB 1. Diskvalifikatión: VB 1. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Gjørdu avtalur undir skeivum fortreytum Løgfrøðiliga arbeiðsbólkurin, sum kannar bankafrágreiðingina, er nú komin fram á, at Landsstýrið hevur inngingið lániavtalurnar undir skeivum fortreytum. Bólkurin vísir á, at stjórnin visti nakað, sum Landsstýrið ikki visti. Løgmaður hevur sent soljóðandi skriv donsku stjórnina: Føroyar­Danmark á einum vegamóti Í sambandi við, at Sosialurin fer undir at viðgera støðuna ímillum Føroyar og Danmark aftaná at sjálvsavgerðarrættur føroyinga fekk álvarsligt afturstig, tí danir við búskaparligum harraboðum skerdu Heimastýrislógina, hava vit biðið Atla Dam um loyvi til at endurprenta grein, hann skrivaði í bókini >>The Economic Space of the Small Nordic Jurisdiction<<, sum Lise Lyck lektari gav út í 1996. Greinin viðger Heimastýrisskipanina í søguligum, hugsjónarligum og tøkniligum viðfangi, og hon umrøður gongdina í nítíárunum og krøvini til eina nýggja skipan. Landssjúkrahúsið Tað skal verða funnist harðliga at leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, sum slett ikki hevur skil fyri at fremja sparingar. Tað eru nú fleiri ár síðan, ein í høllini á Landssjúkrahúsinum var við til ein almenna pallborðsfund um sparingar. Tað var tá ið Jóannes Eidesgaard var fíggjarmálaráðharri í Tinganesi, og hvar ið ein tá vísti á orkusparing, ið kundi spara helvtina av oljunýtsluni. Tað var tá møguligt at fáa eina nógv betri útnyttan av spillihitanum, sum vildi gjørt núverandi sparingar týdningarleysar. Tað prógva núverandi sparingar, at leiðslan ikki hevur skil fyri slíkum, og at tað er gingið út yvir læknar/sjúkrasystrar og onnur starvsfólk. Tað hevur eingin av teimum uppiborið, sum hava fingið eina ómenniskjansliga viðferð, ið prógvar hvussu harðrend leiðslan er á Landssjúkrahúsinum. Tað hevði tí loyst seg nógv betur at fingið opnað deildirnar, útnyttað tær fult út og fingið skipað javnvág í hitaskipanum á øllum Landssjúkrahúsinum. Tað er eftir hetta at man kundi lækkað hitan niður til vanliga stovuhitan á øllum deildum á Landssjúkrahúsinum, tað hevði givið eina munandi sparing. Tað gevur eina munandi sparing at fáa tikið eldføstu steinarnar út úr forbrenningskamarinum, seta termostatin nakað niður og seta minst loyvdu dysu í brennaran. Tað er við chuntventilinum, at hitin í radiatorum og heittvatnsskipanum verður regulerað so vit fáa javnvág millum brúk av heittvatni í brúsum/kranum og hitan í radiatorum. Tað er uppá tíðina at tit geva tykkum á Landssjúkrahúsinum far um slíkt, sum ein í hesum lesarabrævi hevur nevnt, og at tit síðan fáa kannað hesi viðurskifti ongantíð ov skjótt. Tað er eisini uppá tíðina at tit fáa hildið uppat við tí ómenniskjaligu viðferð av læknum/ sjúkrasystrum og øðrum starvsfólkum í komandi ári, so hesi fáa arbeiðsfrið fyri tykkum. Tað, sum er farið fram hesi seinastu nógvu árini, skuldi langt síðan havt fingið fylgjur fyri leiðsluna, sum ikki hevur viljað ráðført seg við starvsfólkabólkarnar á øllum Landssjúkrahúsinum. Tað er eisini ein stór skomm, at vit í dag ikki hava eitt fíggjarliga forsvarlit skipað Landssjúkrahús og hvør sjúklingar ikki framhaldandi í komandi ári skulu líða undir, ið ikki sømir seg. Tað er avgerandi neyðugt at fáa skipað fíggjarlóg, sum er forsvarlig fyri eitt Landssjúkrahús, so at vit sleppa undan skilaleysum sparingum í komandi ári hvar neyðugt verður at fáa samskipað alt arbeiði á Landssjúkrahúsinum. Hans Birgir Hansen Kirkjan í eini øsingartíð Tað hevur mangan verið skelkandi at hoyra og síggja í fjølmiðlunum, hvussu summir av okkara løgtingsmonnum og -kvinnum bera seg at í viðgerðini av ymsum álvarsmálum í tinginum. Mær rennur t.d. í hug tann syrgiliga atburðin, ið fór fram undir viðgerðini við at fáa rúsdekkalógina viðtikna til stóran skaða fyri mangan einstaklingin, mangt heimið og landið alt, tí summi hildu seg eiga eina turkatrúgv á, at tey kundu við at gera brennivínssøluna fría, læra fólk at drekka brennivín. Í dag líður stórur partur av okkara fólki undir hesum mistaki - ikki minst konur og børn, tí vit eru bara gliðin longur út í evjuna - sum t.d. hesar seinastu dagarnar við trætumálinum um fleiri útskeinkingarstøð við vinnuligum endamáli. Fyri at nevna ein tann margháttligasta sjónleikin, sum hesar seinastu dagarnar er farin fram í okkara háttvirda løgtingi, og sum hevur skilkað meg, fari eg at flyta nøkur orð til nakrar løgtingsmenn og -kvinnur, sum tykjast iki vita, hvat tey gera. Orð míni eru til teirra, sum nú í politiskari øði og tankaloysi ætla at yvirtaka fólkakirkjuna úr tí skipan, sum nú er. Eitt er, at tjóðveldisemnn - óivað við bestu ætlan, men í teirra vanliga stuttskygni brúka hesa sjúku tíð í Føroyum at rumbla við og halda seg ikki ov góðar at brúka sjálva kirkjuna til tess; men at so aðrir, sum vanliga verða hildnir at vera skilamenn, skulu lata seg villleiða og tiknar á bóli av politiskum ørvitiskenslum, er ein syrgilig sjón. Í fyrstu skiftu eigur eitt mál sum hetta ikki at verða avgjørt í bráskundi politiskt við einum so veikum og ivasomum fleirtali, sum tað nú møguliga hómast við 3. viðgerð, og alraminst í eini so uppøstari tíð sum hana, vit uppliva nú. Henda øsingin hevur einki við okkara kirkju og kirkjulív at ger,a en tykist nú at verða brúkt at fremja politisk áhugamál - mál, sum einki hava við kirkju og andslívið at gera. Um so einstakir danskir bankamenn og einstakir danskir politikkarar hava mistikið seg móti føroyingum í pengamálum ella ikki, so hevur kirkjan og hennara viðurskifti einki við tað at gera, tí um so er, at teir eru sekir, so er at taka eina uppgerð við teir, soleiðis sum rættarviðurskiftini eru í landinum og í ríkinum, men kirkjan og hennara viðurskifti eiga ikki at verða ørkymlað av hesum - tað mugu skilamenn og góðir kirkjumenn ikki hava sitandi á sær í seinni tíðum. Okkara kirkjulív hevur gjøgnum tey seinastu hundrað árini, í hvussu er, liðið alt ov nógv av skilaleysum politiskum ágangi, sum so aftur elvdi til syrgiligan politiskan baksláttur til skaða fyri kirkjulívið, gudslívið sum heild. Nú er kirkjan føroysk, og hjá øllum kreftum, ið vilja henni væl, ber til at stuðla og fremja hennara stavnhald í fólki okkara. Vit hava ikki brúk fyri politiskari undirlutakenslu, tí hon er einki mætari enn tann politiska háspenningin, sum ber lívsvanda í sær. Føroyska kirkjan hevur nú við teimum nýggju kirkjuligu lógunum møguleika at samarbeiða við donsku kirkjuna og danskar kirkjumenn til frama fyri okkara kirkju, soleiðis sum vit sjálvir halda vera best. Tað gamla er grivið. Tann gamla tíðin er farin. Nú kunna og eiga vit at samarbeiða við donsku kirkjuna. Vit skulu læra at taka tað besta við úr henni og læra hana tað besta hjá okkum, tí vit hava enn ikki so lítið at læra onnur. Vit skulu tí ikki nú fara undir eina politiska yvirtøku av kirkjuni og so missa hana burtur millum skerini her úti í Atlantshavinum hástórir og í sjálvsøkni. Tað skal meira til enn politiskt snildi. Hetta var so í fyrstu syftu. Í aðru syftu taka vit fíggjarviðurskiftini. Sum nú viðurskiftini eru í samfelag okkara er skipaður friður og fíggjarlig arbeiðslíkindi á kirkjuliga økinum. Kirkjufólkið hevur sum er almikið við at rinda ta ovurhonds stóru landsskuld, sum okkara politikkarar, okkara vinnulív og okkara privatlív hava loyvt hvørjum skattgjaldara upp á bakið - teir klóku siga einar 7-9 milliardir - til núlivandi og komandi ættir at knúgva undir. Av hesum 7-9 milliardunum blása okkara politikkarar og okkara fjølmiðlar nú bara 1-1,5 milliard so øgiligt upp, tí onkur skal hava spekulerað ov nógv, verður sagt, meðan fólkið tigandi og tivandi skal knúgva undir restini, sum um eingin hevur spekulerað í hesi restini. Soleiðis tykist politikkur at vera. Og nú eru so nakrir, sum halda seg vera gloymdar í politikki og royna tí at gera eitthvørt hissini - og so kemur hetta uppskotið at gera kirkjuna føroyska - sum um hon ikki er føroysk! Tað er ov vánaligt av politikkarum, at brúka kirkjuna sum valagn til løgtingsvalið, sum hómast í næstum. Mær tykist, at ongastaðni í heiminum er kirkjan so sermerkt í fólkinum sum tann føroyska kirkjan í okkara landi. Góðu menn og kvinnur! Háttvirdu løgtingsfólk! Gevið kirkjuni frið nú at trívast og styðið hana alt tað, tit megna sum politikkarar bæði andliga og fíggjarliga, tí hetta ber væl til sum viðurskiftini eru. Okkara ungdómur hevur stóran tørv á stuðli frá kirkjuni at uppbyggja teirra andslív við, so at her ber til hjá tykkum at sýna góðviljan og styrkja kirkjulívið í landinum. Vísið kirkjuni vælvild á onkran slíkan hátt, men bara ikki við politiskari undirlutakenslu. Og latið so vera við nú aftur at bólta einar 11-15 milliónir árliga púra óneyðugar aftrat upp á herðarnar á okkum skattgjaldarum og so tað samfelagsliga sorlið omaná, sum eisini tá fer at fylgja í kjalarvørrinum, og sum tit helst ikki hava fingið eyguni á enn. Enn eru vit nógvir føroyingar, sum eru góðir við okkara kirkju, og sum ikki hava undirlutakenslu. Háttvirdu løgtingsfólk! Komi og veri okkara millum, um tit í veruleikanum eru góð við kirkjuna og sjálvandi eisini góðir føroyingar! 7. febr. 1998 Johs. Andr. Næs Leo Poulsen lepo@post.olivant.fo Skótarørslan havt landsfund: Stórur partur av nevndini skiftur út Tað krevur nógv av einum at sita í landsnevndini hjá skótarørsluni í Føroyum. Hesaferð merkti tað, at heilir 5 av 7 nevndarlimum vórðu skiftir út á landsfundinum, sum var leygardagin. Tað vóru tólv skótalið umboðað við einum 50 fólkum, tá skótarørslan hevði landsfund leygardagin. Landsfundurin er tað, ið ein kann nevna aðalfundur hjá skótarørsluni, og er hann annaðhvørt ár. Annaðhvørt ár er so tað, ið kallað verður leiðarastevna, har mál eisini vera viðgjørd, men hetta er kortini ikki so >>formligur<< fundur sum landsfundurin, tá roknskapur o. a. verður lagt fram. Á fundinum hesaferð vóru ikki færri enn 5 limir skiftir út, og sær nýggja nevndin nú soleiðis út: Palli Mortensen úr Havn og Kirstin Danielsen úr Leirvík vórðu afturvald, meðan Høgni Gaard úr Havn, Trygvi Sigurðsson úr Klaksvík, Bárður Petersen av Argjum, Charles Olsen og Verner Hansen úr Havn øll vórðu nývald. Tveir eykalimir vórðu eisini valdir, og eru teir Jóhan Nielsen úr Havn og Tummas Lambastein úr Fuglafirði. Nevndin hevur ikki skipað seg enn. Limatalið í minking Landsnevndin kemur saman rættiliga regluliga, men umframt tað eru fleiri undirnevndir, har nevndarlimirnir eru formenn, so arbeiðsuppgávan hjá teimum er rættiliga stór. Ein av uppgávunum er sjálvandi at økja um áhugan fyri skótaarbeiði, men eins og hjá so nógvum feløgum og felagsskapum hevur eisini skótarørslan merkt eina niðurgongd, og er í løtuni í nakað av einum aldudali. Serliga stóra fráflytingin fyrrapartin av 90-unum ávirkaði limatalið skeiva vegin, og gongdin er at kalla hin sama sum í hinum Norðanlondunum. Stóri trupulleikin er kortini ikki vantandi skótar sum soleiðis. Fleiri kenna seg helst aftur í, at tað heldur er vantandi leiðarar, ið er orsøkin til, at skótalið steðga virkseminum. Skótarørslan hevur eisini farna árið merkt eina lítla minking, men her er kortini tað gleðiliga hent, at skótaliðið í Kollafirði aftur er vorðið virkið, og tá hesir skótar ikki eru skrásettir enn, stendur limatalið væntandi í stað. Meginparturin eginfígging Sjálvandi kostar pening at reka ein slíkan felagsskap sum skótarørsluna. Nakað av peningi er avsettur á løgtingsfíggjarlógini til hetta endamálið, men ikki nærtil nóg mikið til at nøkta tørvin. Skótarørslan fær 200.000 kr. frá tí almenna, men tað er eyðsæð, at hetta langt frá er nóg mikið til at fíggja tey tiltøk, ið rørslan skipar fyri. Sum dømi kann nevnast, at skótaliðið í KFUM fær einar 80.000 kr. av áðurnevndu játtan, men fíggjarætlan teirra er upp á einar 400.000 kr. Tað vil siga, at skótarnir sjálvir mugu fíggja einar 320.000 kr. árliga. Og hetta eru nógvir pengar. Men tað hevur so borið til. M.a. verða á hvørjum ári seldir lutaseðlar, tó at tað gerst truplari og truplari at selja so hvørt sum útboðið av pengaspølum gerst alsamt størri og størri. Síðani verður skipað fyri einum árligum jólabingo umframt tiltøkum á Ólavsøku. Eitt undantak er tó, tá tað snýr seg um tað fíggjarliga, og tað eru skótadepulin á Selatræ og skótahúsið á Kambsdali. Hesi kasta nakað av peningi av sær, serliga í sambandi við ferðavinnuna. Men tað er kortini eisini tengt at, at sjálvboðið arbeiði verður gjørt í hesum sambandi. Skuldi fólk verið lønt, hevði hetta ikki borið seg. Stríðast við altjóða viðurkenning Ein ábending um, hvussu skótarørslan hevur verið fyri afturgongd, serliga av stóru burturflytingini, er, at í 80-árunum vóru hálvtannað starvsfólk í umsitingini. Hetta er nú minkað niður í helvt soleiðis, at nú er eitt starvsfólk 3/4-tíð. Somuleiðis eru 5 av teimum 17 skótaliðunum í Føroyum ikki virkin í løtuni. Kortini verður ikki ligið á latu síðuni. Føroyska skótarørslan er limur í Norðurlendska skótasamstarvinum, men hevur ikki enn fingið altjóða viðurkenning, tó at arbeitt hevur verið við málinum í mong ár. Trupulleikin er ikki ókendur millum aðrar felagsskapir, serliga ítróttarsambond. Skótarørslan er gamal - og tíverri eisini eitt sindur stirvin - felagsskapur, og til tess at verða altjóða viðurkendur er neyðugt, at Føroyar er sjálvstøðug tjóð. Aloftast verður limaskapur í ST settur sum treyt fyri, um eitt land kann gerast limur í altjóða skótarørsluni. Tískil mugu Føroyar vera umboðaðar gjøgnum Danmark í hesum máli, men arbeitt verður alsamt við at fáa føroyingum sjálvstøðugan limaskap. Og til ber eisini til altjóða stevnur at draga Merkið í húnar hátt, tó at undantaksloyvi má til. 60 ár næsta ár Vanligt er at hava ávís evni frammi á landsfundinum, og hesaferð vóru kirkjulógirnar gjøgnumgingnar, kanska ógvuliga viðkomandi nú, tá so nógv verður tosað um yvirtøku av føroysku kirkjuni. Eitt annað, ið fekk drúgva umrøðu á fundinum leygardagin, var, at skótarørslan í Føroyum næsta ár fyllir 60 ár. Ætlanin er at skipa fyri fleiri tiltøkum í hesum sambandi. M.a. er ætlanin at skipa fyri einari stórari legu í Føroyum. Eitt annað, ið eisini verður arbeitt við er, at geva út bók um skótaarbeiðið í Føroyum hesi farnu 60 árini, umframt at hugsað hevur verið um eina tónleikaútgávu. So ikki kann sigast annað enn at nýggja nevndin fær úr at gera hetta komandi árið. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Fyri ein part vóru fortreytirnar skeivar Marita Petersen heldur tað ikki vera nakað ivamál, at danska stjórnin visti meir enn hon lat Landsstýrið vita, tá partabrævaumbýtið fór fram. Nú heldur løgfrøðiligi arbeiðsbólkurin tað vera rættast, at gera vart við skeivleikan, áðrenn málið er liðugt viðgjørt í Føroyum Eftir tí, sum frættist í Landsstýrinum um brævið hjá løgmanni til donsku stjórnina, so verður nú gjørt vart við, at Landsstýrið í 1994 og 1995 undirskrivaðu avtalurnar undir skeivum fortreytum. Hvørt hetta skal fáa avleiðingar fyri avtalurnar sum heild, er ikki komið upp á tal enn. Tað er løgfrøðiligi arbeiðsbólkurin, ið kannar frágreiðingina viðvíkjandi bankakanningini, sum í sínum arbeiði er komin fram á, at áðurnevndu brotini í avtalunum eru gjørd undir skeivum fortreytum. Danska stjórnin visti, at bankin hevði brúk fyri meira peningi, men segði einki um tað fyri Landsstýrinum. Eg havi skilt, at talan er bert um tann partin av avtalunum, sum er um partabrævaumbýtið, ið nú verður nú gjørt vart við, sigur Marita Petersen í viðmerking til seinasta útspælið hjá løgmanni. Tekur fyrivarni Av tí at hesin partur er so nær tengdur at avtalunum, vil Landsstýrið taka fyrivarni, áðrenn firningarfreistin er av. Spurningurin er, um tað ber til at siga allar avtalurnar upp, tá ein partur er gjørdur undir skeivum fortreytum, sigur Marita Petersen. Ert tú samd við løgfrøðiliga arbeiðsbólkin, um at mótmæla brotini í avtaluni? Tað er einki ivamál. Tá vit í Landsstýrinum gjørdu avtaluna í 1994, vóru vit ógvuliga ivasom við yvirtøkuna, tí vit vistu ikki, hvussu støðan var í bankanum. Hetta gjørdu vit eisini donsku stjórnina vart við, og vit bóðu Den Danske Bank á fund um málið. Teir søgdu, sum kunnugt, at bankin ikki hevði brúk fyri meira peningi, og at tað var ein góður handil fyri okkum, sigur Marita Petersen Tað visti Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, ikki var rætta svarið, men segði einki fyri føroyingunum. Danska stjórnin legði hinvegin trýst á føroyingar, um at taka eina avgerð, og tá føroyingar sum kunnugt vóru í tíðarneyð, varð avgerð tikin um at fremja partabrævaumbýtið. Trupulleikin var, at Landsstýrið ikki visti tað, sum danska stjórnin visti - nevniliga, at brúk fór at vera fyri sløkum trimum mia. krónum. Virdu ikki føroyingar Danir virdu okkum ikki so frægt, at teir søgdu okkum tað, sigur Marita Petersen. Hon er sannførd um, at hevði Landsstýrið havt ta vitan, sum danska stjórnin og Den Danske Bank høvdu, so høvdu føroyingar kunnað tikið aðra støðu. Tá høvdu vit kanska drigið donsku stjórnina inn í málið, og so hevði støðan verið ein onnur. Í dag vita vit, at danski Tjóðbankin forsømdi sínar skyldur - og somuleiðis Fíggjareftirlitið, sigur Marita Petersen. Hvat heldur tú um, at Knud Sørensen, stjóri í Den Danske Bank, sigur við Sosialin, at teir hava reint mjøl í posanum? Sanniliga fer Den Danske Bank ikki at geva við dyrnar. Tað, at bankin nú vil geva 200 mió. krónur til gávus, er ikki tekin um, at bankin hevur reint mjøl í posanum. Hví skulu teir annars givið føroyingum 200 mió. krónur? Tað er greitt, at hetta er ein ásannan av, at teir hava gjørt skeivt móti okkum, sigur Marita Petersen. Vit krevja endurgjald Finnbogi Ísakson, tinglimur fri Tjóðveldisflokkin, var landsstýrismaður og við til at undirskriva tvær avtalur. Hann sigur í stuttari viðmerking, at hann tekur undir við mótmælinum. Tey lán, sum vit tóku fyri at bjarga bankanum, skulu vit ikki gjalda. Tað merkir, at føroyingar kunnu reisa karv um at fáa endurgoldið 1,2 mió. krónur, umframt rentur og avdrag, umleið 300 - 400 mió. krónur, sum danir mugu gjalda, sigur Finnbogi Ísakson. Hann heldur annars at bankakanningin - hóast onga niðurstøðu - greitt prógvar, at føroyingar vóru snýttir. Hvat heldur tú um at stjórin í Den Danske Bank sigur, at teir hava reint mjøl í posanum? Tað er bert ein pástandur, sum tú kanst rokna við at ein bankastjóri sigur. Ein og hvør, sum er skuldsettur fyri at vera sekur, sigur seg at vera ósekan. Tað er vanligt, sigur Finnbogi Ísakson. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Fulla skaðabót frá dønum Sum nevnt í blaðnum leygardagin hevði Fólkaflokkurin landsfund á Hotel Hafnia um vikuskiftið. Umleið hálvtannaðhundrað fólk vóru á fundi Fólkaflokkurin hevði landsfund á Hotel Hafnia leygardagin og umleið hálvtannaðhundrað fólk vóru á fundi. Í tíðindaskrivi frá fundinum skrivar Óli Breckmann, formaður, at landsfundurin viðgjørdi politiska arbeiði floksins í hesum valskeiðinum og tók undir við teimum broytingunum, sum eru gjørdar á fíggjar-, skatta- og fiskivinnupolitiska økjunum. Óli Breckmann sigur við Sosialin, at hetta eru tey málsøki, sum flokkurin hevur umsitið, og tí hevur haft størst ávirkan á. Vit mugu minnast til, at vit fingu eitt stutt skotbrá. Vit hava bara verið í samgongu í tvey ár. Og tí eru vit nøgd við tað sum er komið burturúr. Um skattapolitikkin sigur hann: Vit hava gjørt skattaskipanina munandi einfaldari, og úrslitið er, at borgarin, alt eftir inntøku sjálvandi, hevur eini 10-15.000 krónur meira eftir, uttan at lønirnar eru hækkaðar. Hetta hevur sjálvandi bøtt munandi um kappingarførið eisini. Óli Breckmann heldur eisini, at stórar broytingar eru gjørdar á fiskivinnuøkinum. John Petersen hevur haft dirvið til at standa ímóti einum øgiligum trýsti um friðingina. Men hygg at úrslitinum. Vit hava haft ein munandi betri fiskiskap enn roknað varð við, og ein av orsøkunum er friðingin sum okkara landsstýrismaður setti í verk. Eisini fiskidagaskipanina heldur Óli Breckmann vera sera positiva í staðin fyri tað ætlaðu kvotaskipanina. Við fiskidagaskipanini fingu skipini ein møguleika at fiska alt árið, eisini tá fiskur var. Bæði fiskifrøðingar og danska stjórnin vildu hava kvotaskipanina, men har hava vit fingið okkara ígjøgnum, og eisini tað er ein av orsøkunum til ta búskaparligu framgongd vit hava haft. Eru tit so eisini nøgdir við gongdina í teimum málsøkjunum tit ikki hava umsitið? Vit royna at ávirka eftir førimuni. Okkurt kundi verið betri, men skúlalóggávuna fingu vit broytt soleiðis at vit eru nøgdir við hana. Eisini er ein oljulóggáva á veg. Hon skal aftur í tingið skjótt, so alt í alt eru vit nøgdir. Fult sjálvsstýrið Í tíðindaskrivinum sigur flokkurin, at arbeiðast skal meira miðvíst við loysingarpolitikki floksins í næsta valskeiði. Er hetta ein viðurkenning av, at ov lítið hevur verið gjørt við málið í hesum valskeiðið? Tað kanst tú gott siga, men sum eg segði í áðni, so var skotbráið vit fingu bert tvey ár, og vit valdu í fyrsta umfari at arbeiða við búskapar-, skatta- og fiskivinnumálunum. Eftir okkara meting er treytin fyri sjálvsstýri í hesum landi, at vit kunnu gjalda sjálvi, og at vit eru kappingarfør við onnur lond, sigur Óli Breckmann og heldur fram: Men í næsta valskeiði ætla vit at gera meira við at fremja stevnumið floksins, sum er fult sjálvsstýri fyri Føroyar. Veljarakanningin Vit spurdu Óla Breckmann um tað var veljarakanningin sum hevði fingið fólkafloksmenn upp úr stólunum. Nei, tað er tað ikki. Ein veljarakanning er altíð áhugaverd, tí hon vísir hvønn veg rákið er. Men hinvegin so vísir tað seg ofta, at tá valið kemur so er broytingin ikki so stór hóast alt. Formaður Fólkafloksins heldur ikki tað hevur so stóran týdning at Tjóðveldisflokkurin hevði fingið eitt gott val um val var í dag. Eftir tí eg dugi at síggja, so fáa teir tað sum annars endaði í Verkamannafylkingini við seinasta val, og tað sum Javnaðarflokkurin fór við í 1990. Men óvissan í veljarakanningini er stór, heili 25 %. Tað Óli Breckmann sipar til er, at av 735 spurdum vóru 123 sum ivaðust hvønn flokk tey fóru at velja, meðan 40 søgdu at tey ikki fara á val. Hetta er eftir míni meting ov nógv, tí tað vísir seg altíð, at tey fara á val hóast alt, tá tað til stykkis kemur. Men roknað tit við at koma í samgongu eftir valið? Tað er jú meiningin við politiskum arbeiði, tað at hava ávirkan, og tað hevur tú bert í samgongu, so tað er avgjørt okkara mál. Fulla skaðabót Bankamálið varð eisini viðgjørt á fundinum leygardagin, og landsfundurin mælti flokkinum til at arbeiða fyri, at minsta kravið mótvegis dønum í bankamálinum verður, at føroyingar fáa fulla skaðabót fyri tann miss vit hava verið fyri orsakað av villeiðandi upplýsingum frá donsku stjórnini. Annars sigur Óli Breckmann, at teir eru sera væl nøgdir við fundin. Tað var ein sera fjølmentur fundur og sera engageraður fundur eisini, og tað eru vit sera glaðir fyri. Fundurin sjóðaði alt saman í eitt sera gott kjak, har nógvar ymiskar meiningar vóru frammi, og tað er sjálvsagt, at vit eru nøgdir við tað. Politiskur logikkur ella logiskur politikkur Eftir løgtingsvalið seinast var sagt frá einum føstum politikki við greiðum málsetningi. Vit nikkaðu øll samtykkjandi, tað høvdu vit brúk fyri. Í løtuni má ásannast, at samgongan í Tinganesi ídag ikki førir fastan málraættaðan politikk. Teir siga eitt ídag og eitt annað ímorgin. Tey yvirorðnaðu politisku málini vera slept, tá seráhugamál hjá flokkum ella persónum skulu avgreiðast. Eitt høvuðsmál var at avtaka allar almennar grunnar. Vit skuldu ikki longur seta í grunn, tí allar útreiðslur landskassans skuldu framganga beinleiðis av løgtingsfíggjarlóg og/ella eykafíggjarlógini. Eina tíð varð gjørt eftir hesum málsetningi, men so fekk løgmaður og onkur tingmaður trupulleikar av øsingini um fasta sambandið um Vestmannasund. Í staðin fyri at taka støðu til málið um fasta sambandið, so var tað sópað inn undir gólvteppið við >>at seta kr. 20 mill. í grunn<<. Altso beint mótsatt av tí, sum samgongan annars segði seg virka fram ímóti, nevniliga at avtaka grunnarnar. Annað dømi um manglandi støðufesti er skattapolitikkurin. Vit skuldu øll hava bruttoskattaskipan. A-skattgjaldararnir vóru hurlaðir upp á pláss, so skuldi B-skattagjaldararnir koma árið eftir. Men nú hoyrist, at B-skattgjaldarar als ikki skulu gjalda bruttoskatt, tí tað letur seg ikki gera. Jamen vistu okkara serkønu ikki tað? Ella var tað alla tíðina ætlanin hjá ávísum politikkara ella flokki at sleppa summum undan. Triðja dømið er um skattafrádráttir. Teir skudu allir burtur, nærum. Teir, sum eftir vóru, skuldu útgjaldast borgarunum kontant, tí alt skuldi nú framganga av landsins løgtingsfíggjarlóg. Óført. Inntil fíggjarmálaráðharrin ynskti at geva serfrádráttir til sjóvinnutinntøkur, (sum kanska ikki var so galið). Men nú vóru góð ráð dýr, tí hvussu skuldi nú hesin lætti gevast? Aftur varð málsetningurin sleptur. Nýggjur frádráttur upp á 15% av lønini varð givin, tó vit skuldu hava bruttoskatt, og hesin frádráttur framgongur als ikki av løgtingsins fíggjarlóg, har alt skuldi standa? Altso beint mótsatt av ætlaða málsetninginum. Ein annar av málsetningunum var privatisering. Privatisering av t.d. Skotlandssiglingini. Hóast nærum eingin sigling hevur gingið á privatum hondum hesa øldina, so er tað framvegis loysunarorðið við uttanlandasiglingini? Og hvussu er málið so endað. Beint øvugt av ætlaðu privatiseringini - Skotlandssiglingin endar aftur í landskassanum ella fer fyri bakka til ómetaligan skaða bæði fyri vinnulív okkara og føroyingar annars. Og vit áttu at vitað, at hettar endaði so, men vit vildu ikki læra. Eg kundi hildið áfram, tí dømini eru mong, men lat fara. Hvat skulu borgararnir kalla hettar, logiskan politikk, neyvan, heldur má tað vera politiskan logik, um nakað eitur so. Birgir Mohr Stórt atkvøðutal til onga nyttu Sambært veljarakanning, sum varð almannakunngjørd í seinastu viku, fær tjóðveldisflokkurin stóra undirtøku um val verður nú. Men sambært formanni floksins, fær hendan undirtøkan onga ávirkan á dagsins politikk eftir valið, tá flokkurin í forhond læsir seg fastan og útihýsir fleiri samstarvsmøguleikum Ein veljarakanning, ið næmingar á handilsskúlanum á Kambsdali hava gjørt, og sum varð almannakunngjørd beint áðrenn vikuskiftið, gevur ábendingar um, at tjóðveldisflokkurin fyri fyrstu ferð í søguni gerst størsti flokkur á tingi. Í eini viðmerking til kanningina, segði formaður floksins á tingi, at flokkurin vil skipa samgongu við tí fyri eyga at stovnseta føroyskt tjóðveldi. At fremja eina so avgjørda støðu í ríkisrættarligu viðurskiftunum krevur, at tjóðveldisflokkurin einsamallur fær reinan meiriluta á tingi, og tað gevur veljarakanningin als ikki nakra ábending um. Alt bendir á, at úrslitið av nevndu veljarakanning er merkt av teirri spentu støðuni, ið hevur valdað millum Danmark og Føroyar, og sum helst kom í hæddina nú aftan á at vit fingu frágreiðingina frá bankakanningarnevndini. Tí kunnu vit neyvan rokna við, at undirtøkan fyri tjóðveldisflokkinum gerst størri sum frálíður, men at hon heldur fer at vikna, so hvørt tíðin gongur og valið kemur nærri. Men um so verður, at tjóðveldisflokkurin kortini gerst størsti flokkur á tingi og skal hava samráðingarleiðsluna eftir valið, so eigur tjóðveldisformaðurin at vita, at tað finst ongin flokkur á Føroya Løgtingi, sum vil samstarva við tjóðveldisflokkin við tí fyri eyga, at vit beinan vegin skulu stovnseta føroyskt tjóðveldi. Í viðmerkingini nevndi floksformaðurin eina sjálvstýrissamgongu. Tann søguliga sjálvstýrissamgongan, ið vit kenna frá sekstiárunum, fevndi um tjóðveldisflokkin, fólkaflokkin og sjálvstýrisflokkin. Eftir veljarakanningini fáa hesir tilsamans 16 løgtingsumboð. Tað er júst helmingurin av teimum tilsamans 32 løgtingsumboðunum, sum skulu veljast, og neyvan fer at bera til at stovnseta Tjóðveldið Føroyar við 16 av 32 atkvøðum á tingi. Nakað annað er so tað, at hinir báðir flokkarnir - fólkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin - eftir tí teir siga seg at standa fyri í politikki, neyvan taka undir við sjónarmiðunum hjá Heina O. Heinesen. Viðmerkingin frá tjóðveldisformanninum á tingi fær meg at hugsa um søguna um eina kúgv, sum tá hon var liðugt mjólkað, setti kleyvin niður í mjólkina við tí úrsliti, at øll framleiðslan fór fyri skeytið. Orðini hjá Heina O. Heinesen mugu tulkast soleiðis, at hann í fyrstu syftu útihýsir øllum hinum flokkunum, og at hann í aðru syftu útihýsir helminginum av løgtingsflokkunum. Nevniliga sambandsflokkin, javnaðarflokkin, miðflokkin og kristiliga fólkaflokkin. Ætlar maðurin at reka politikk ímóti viljanum hjá meirilutanum av Føroya fólki og ímóti meirilutanum á Føroya Løgtingi? Um hetta er ætlanin kunnu vit sammeta okkum við hvíta minnilutastýrið í Suðurafrika á sinni. Út frá tí avgjørdu støðu, sum floksformaður tjóðveldisfloksins á tingi gav til kennar í almennu viðmerkingini til úrslitið av veljarakanningini, kunnu vit ikki rokna við, at tær atkvøðurnar, ið verða latnar tjóðveldisflokkinum á komandi løgtingsvali verða nýttar til annað, enn framhaldandi andstøðupolitikk tey komandi fýra árini. Formaðurin hevur útihýst so at siga øllum øðrum møguleikum. So at siga øll tey, sum hava atkvøðurætt á komandi løgtingsvali eins og á øllum valum, vilja nýta sína atkvøðu soleiðis, at hon fær eina ávirkan á tann politikk, ið rikin verður á Føroya Løgtingi tá valið er av. Viðmerkingin frá tjóðveldisflokkinum seinasta fríggjakvøld bendir á, at tær atkvøðurnar, ið verða latnar tjóðveldisflokkinum á komandi vali, ikki fara at ávirka rikna politikkin eftir valið. Ein veljarakanning nú aftan á hasa viðmerkingina, hevði helst givið tjóðveldisflokkinum eitt munandi verri úrslit, enn hendan kanningin gav flokkinum. Tí onki høpi er í, at koma við almennari viðmerking, sum illa nokk er borðbar undir einum neystaveggi heimi í Kunoy. Tann 9. februar 1998 Vilhelm Johannesen Álitið Sambært veljarakanning í Dimmalætting, setir veljarin nú sítt álit á Tjóðveldisflokkin DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Fyrrapartin upp í skrið av útsynningi og vestri, men minkandi niður í ein strúk. Ælaveður, partvís heglingur ella vátaslettingur og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Veðrið mikudagin: Fyrst gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, seinni snarar hann í landsynning og eystan og veksur vindin til skrið. Avfall, sum frálíður regn. Hitin frá frostmarkinum upp í eini 2 hitastig. Veðrið hósdagin: Upp í hvassan vind av eystri og framvegis regn. Út á dagin snarar hann í vestan og tað klárar í, tó ælingur. Hitin millum 2 og 7 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Hvassur vindur ella skrið av vestri, fríggjadag fyrrapart tó eitt skifti landsynnigur og eystan. Stundum regn ella ælingur og hitin millum 1 og 6 stig. Í gjár: Eitt hátrýst, 1030 hPa. yvir Miðeuropu stendur mestsum í stað. Eitt lágtrýst, 970 hPa. í landnyrðing eystan úr Íslandi fer spakuliga norðureftir og dýpist. Eitt minni lágtrýst tekur seg upp í útsynning úr Íslandi og fer skjótt í landnyrðing eystan norður um Føroyar til Lofoten. Í dag: Fleiri brúgvaløg fara komandi dagarnar um Føroyar av vestri og útsynningi og hava óstøðugt veður og nógvan vind og avfall við sær. Mikudagur 11. februar 1998 jan muller jan@sosialurin.fo Seta álitið á útbjóðing í ár Tað vórðu boraðir seks brunnar vestan fyri Hetland í fjør fyri tilsamans 1 mia. kr. Eingin olja varð funnin. Henda sannroynd saman við einum sera lágum oljuprísi og tí veruleika, at Atlantsmóti er "highrisk" øki er við til at skerja vónirnar til føroyska økið. Eg haldi tí, at tað er sera týdningarmikið, vilja føroyskir myndugleikar, at oljufeløgini framhaldandi vísa føroyska landgrunninum ans, at okkurt hendir tvs. at tað verður ein útbjóðing í hesum árinum Jan Müller Vit vilja arbeiða saman við føroyskum vinnulívi so væl vit megna tað, men vit rokna við, at tað verður stjórnin, sum stingur politikkin út í kortið sigur kanningarstjórin í oljufelagnum Amerada Hess, Richard Hardmann, tá vit spyrja hann, hvørjar ætlanir felagið hevur at samstarva við føroyskar vinnulívsfyritøkur í sambandi við eina komandi útbjóðing. Hvat heldur hann um ætlanina, sum hevur verið frammi um, at ein stórur partur av føroyskum vinnulívi ætlar at leggja øll eggini í eina kurv og binda seg til at samstarva við Saga Petroleum! Tað er ringt hjá mær at gera viðmerkingar til tað. Tí hetta er upp til Saga, til myndugleikarnar og til vinnulívið í Føroyum. Tað kann eydnast og tað kann miseydnast. Richard Hardmann sigur, at tað vil virka arrogant, um ein heldur, at útlendingar kunnu koma til Føroya og siga føroyingum, hvat teir skulu gera. -Tað fær eingin meg til. Vit komu til Føroya fyri at læra um tykkum, tykkara siðir og gerandisdag og hvat tit ynskja - og ikki til at siga tykkum, hvat tit eiga at gera. Richard Hardmann sigur, at tað, sum Amerada Hess og hini feløgini í samtakinum, Dong, Norsk Hydro og Lasmo vilja, er gjøgnum samarbeiðið - The Faroes Partnership - at fáa gjørt nakað skilagott, sum kann vera til felags gagn og ágóða. Hvør loysn heldur tú vera tann betra, Sagaloysnin, har tað eru privat feløg, sum gera avtalur við oljufeløg ella Statoilloysnin, har tað er eitt alment felag, sum ger avtalur við øll feløg og samtøk! Eg havi verið við til at byggja Saga upp, og maðurin, sum í dag stendur á odda fyri kanningunum hjá Saga her um leiðir, arbeiddi fyri meg fyrr. Richard Hardmann var við at venja fólk upp hjá táverandi Saga í 1973 til 75, so hann hevur sæð, hvussu Sagamodellin er vorðin bygdur upp. Men hann ynskir ikki at gera nærri viðmerkingar. Hann vísir á, at so leingi stjórnin ikki hevur sagt frá, hvønn politikk hon fer at reka á økinum, er tað skeivt av útlendskum oljufeløgum at siga føroyingum, hvat tey halda er best at gera. 97 dapurt ár fyri leiting Annars vísir Richard Hardmann á, at ein eigur at ikki at vera alt ov bjartskygdur heldur um eina komandi oljuvinnu her um leiðir. -Boringin eftir olju vestan fyri Hetland í fjør var eitt stórt vónbrot, tí har varð ikki funnin ein tann einasta nýggj olju- ella gasskelda. Boraðir vórðu seks nýggir brunnar í fjør og kostaðu teir oljuídnaðinum umleið 1 milliard krónur. -Amerada Hess var við í trimum av hesum boringin, so ein skilur, at hetta hevur kostað okkum nógvar pengar. Ræður um at varðveita áhugan hjá oljufeløgunum Uppá fyrispurning, hvørji signal hetta gevur føroysku vónunum um eina oljuvinnu sigur Richard Hardmann, at hetta kann hava nógv at siga ella einki. Tað veldst um, hvar miðlinjan verður sett millum londini. Richard Hardmann vísir á, at okkurt má henda fyri at varðveita áhugan hjá oljufeløgunum fyri Atlantsmótinum og sipar hann her m.a. til teir sera lágu oljuprísirnar. Hesir liggja um 15 dollarar fyri tunnuna og tað ger leiting í nýggjum økjum minni áhugaverda. Hardmann dylur ikki fyri, at tað fyri føroyingar hevur stóran týdning, at fyrsta útbjóðingarumfarið verður í hesum árinum - rætt og slætt fyri at kunna varðveita áhugan hjá oljufeløgunum fyri økinum. Tað er fantastiskt at koma til Føroya. Vit veruliga njóta hetta landið og fólkið her býr. Men vit mugu hava nakað handilsligt at hava hetta í eisini. Tú kanst ikki bara siga við tínar stjórar, at nú fara vit til Føroya, um ikki onkrar vónir eru til steðar. Bjóðið út í ár Richard Hardmann heldur, at verður markið ikki ásett í ár, so eiga føroyskir myndugleikar kortini at umhugsa at bjóða út øki, sum ikki eru umstrídd. -Tað finnast rímuliga góðir blokkar, sum tó eisini eru knýttir at stórari risiko. Men lat meg undirstrika, at hetta er nakað, sum bara føroyska landsstýrið ger av. Men tá spurt verður um, hvat vit halda, so er greitt, at vit helst síggja eina útbjóðing í ár, soleiðis at vit kunnu varðveita áhugan fyri økinum. I think we are geared up for something towards the end of the year sigur Richard Hardmann. Kanningarstjórin í Amerada Hess heldur annars, at tað ljóðar gott í hansara oyrum, at stig nú er tikið til eina politiska rundu í marknasamráðingunum. -Tað er helst besti mátin at loysa tað uppá í løtuni. Hevur tú ein trupulleika, so plagar tú at fara til oddamenninar. jan muller jan@sosialurin.fo Gott at slóðað verður fyri okkara mentan At vit eru saman í okkara aldargamla mentanardepli At vit eru saman í okkara aldargamla mentanardepli Kirkjubø at navngeva og flota bát, sum skal geva ungum føroyingum møguleika at royna seg í kappleiki við aðrar tjóðir, tykir mær ikki minst at hava eitt mentanarligt yvirbrá segði Ólavur Hátún í røðu síni í Kirkjubø mánadagin, tá m.a. fleiri ung frá Musikkskúlanum spældu uppá violin Tað er ikki hvønn dag, at børn og ung hava høvi at spæla violin í kirkjuni í Kirkjubø. Mánadagin fingu tey hetta høvi - og til mikið fragd fyri tey umleið 70 fólkini, sum vóru komin saman til sjósetingina av nýggja kappróðrarbátinum Brendan. Áðrenn tey ungu fingu høvi at royna seg helt Ólavur Hátun, musikkskúlaleiðari stutta røðu. Hann segði m.a. : Tað er mær ein gleði at fáa hetta høvið til enn einaferð at siga Amerada Hess tøkk fyri, at teir við munandi peningagávu løgdu støði til Ljóðførisgrunn Føroya Musikkskúla, sum, um aðrir stovnar, fyritøkur og myndugleikar eisini taka undir, kann fáa alstóran týdning í tí at fáa bygt upp eitt framkomið tónleikalív í Føroyum. Sera áhugavert var tað seinnapartin seinasta leygardag í Norðurlandahúsinum at hoyra harra Tim Severin greiða frá sjóferðum, hann m.a. saman við okkara listamanni og sjógarpi Tróndi Patursson hevur gjørt yvir høv. Tað eru mong í Føroyum, sum eins og eg við áhuga fylgja við í slíkum sjóvegis ævintýrferðum. Mær var tað soleiðis minniligt at lesa bókina hjá Tim Severin um ferðina við skinnbátinum Brendan eftir gamlari siglingarleið yvir Atlantshav, sum eisini bar við her hjá okkum, og sum gjørdist byrjanin til samstarv og vinskap millum teir báðar Tim og Trónd. Hetta at leggja á hav út í tað óvissa, at uppliva havið í sínum stórleika, njóta dýrdarløturnar og taka tøk við tær óhugnaligu kreftir, tá ið náttúran sýnir seg í sínari vreiði, tað man hugtaka flestøll dreingjabørn her í landinum. Men aftan fyri hesar ferðir hjá hesum nútíðar víkingum býr meira enn bert trongdin til spennandi upplivingar. Her býr ikki minst eisini granskingarhugur aftanfyri, hugur at kanna hendan heim, læra fjar og fremmand støð at kenna og ikki minst at vita um mannakor á havsins leiðum í nútíð og í fortíð. At fyritøka sum oljufelagið Amerada Hess saman við góðum fólki her í landinum eisini sýnir slíkum fyritaksemi áhuga og m.a., sum skilst, hevur gjørt hetta tiltak í okkara mentanarháborg Norðurlandahúsinum møguligt, er at gleðast um. Ofta er spurningurin frammi: Hvat er mentan? Ja, hetta hugtakið man fevna um so mangt. At vit í dag eru komin saman í okkara aldargamla mentanarmiðdepli Kirkjubø at navngeva og at flota bát, sum skal geva ungum føroyingum møguleika til at royna seg í kappleiki við aðrar tjóðir, tað tykir mær ikki minst at hava eitt mentanarligt yvirbrá. Kappróður er aðalítrótt okkara føroyinga. Her er talan um meira enn bert ráar kreftir, sum hava tað eina endamálið at koma fyrstur á mál. Nei, her er talan um fródligan felagsskap, um samspæl, ið ber yvir í tað musikalska, eina felags rytmu, eitt felags arbeiðslag, sum ikki bert ber vakurleikan í sær, men eisini er fortreyt fyri einum gleðiligum úrsliti. Í okkara hugaheimi man fátt vera so hugtakandi, sum tá ið bátur sum t.d. 10-mannafarið >>Vestmenningur<< millum javnlíkar stevnir froðandi fram móti máli. Sum føroyingur vil eg tí eisini nýta hetta høvið til at takka Amerada Hess fyri, at teir við hesum tiltaki vísa føroyingum vegin til alheims ítróttaligt samstarv eisini á hesum øki, og eg vil eisini fegin ynskja vestmenningum góða eydnu í hesari teirra spennandi avbjóðing. Bretski konsul okkara Jóhan Mortensen eigur hjartaliga tøkk uppiborna, fyri at hann ikki bert áhaldandi og við eldhuga hevur verið við til at birta uppundir, at vit føroyingar mugu vera á varðhaldi um tey ríkidømi, sum kunnu finnast á okk-ara heimaøki, men at hann eisini gongur undan í at slóða fyri mentanarligum gagni í hesum sambandi. jan muller jan@sosialurin.fo Byrjanin til eitt nýtt ævintýr Í dag eru vit við byrjanina av einum stórum ævintýri, leitanini eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini. Nú vit fara í holt við hesa risastóru avbjóðing tykist tað vera hóskandi at minnast aftur á teir enn djarvaru uppdagararnar, sum komu higar í leðurbátum og tóku andan av eini nýggjari tíð við sær segði stjórin í oljufelagnum Amerada Hess, Richard Hardmann í røðu síni í Kirkjubø, tá nýggi kappróðrarbáturin Brendan varð sjósettur. Nógva varð gjørt burtur úr í Kirkjubø mánadagin, tá nýggi kappróðrarbáturin Brendan varð sjósettur. Har vóru bæði landsstýrismenn, tingmenn, listafólk og vinnulívsfólk til steðar, tá vestmenningar flotaðu bátin, sum er ein gáva til føroysk róðrarfólk. Manningin á Vestmenningi skal nú venja við bátinum til farið verður til Scillyoyggjarnar í apríl at rógva kapp. Eftir sjósetingina, har teir báðir ævintýrararnir Tim Severin og Tróndur Patursson vórðu hjástæddir, var stutt hátíðarløta í kirkjuni, har Richard Hardmann helt røðu. Hann segði: -Vit hugsa vanliga um havið sum eina ræðandi megi. Ein av mínum yndissálmum frá barnaárunum hevði niðurlagið: >>O hear us when we cry to Thee for those in peril on the sea<<. Tað er ein sálmur, sum framvegis hevur nakað at siga fyri fiskivinnusamfeløg í Bretlandi. Tí hóast nýmótans tøkni er lítið broytt hjá teimum, sum liva av sjónum. Á hesum vøkru oyggjunum er tað torført at ímynda sær, at hjá okkum, sum liva á ovurfólkaðum gøtum við gangi, dálking, óruddi og graffiti, verður havið mett sum reinsandi, ein kelda til endurnýggjan. Støddin og styrkin í havinum kann geva okkum nýtt lív. Vit jarðfrøðingar, sum hava lært um evolutión, og sum vita, at allir skapningar á landi í fyrndini komu úr sjónum, hava kanska eina serliga sterka kenslu av skyldskapinum millum menniskjað og havið. Okkara blóð hevur saltinnihald sum sjógvur. Fyri býarfólk er havið staðið, vit flýggja til, okkara yndisferðamál. Kanska halda vit ótilvitað, at um vit svimja í sjónum, haðani vit komu, kann tað gera okkum rein, og tað einfalda og sakloysið við menniskjalívinum verður á onkran hátt endurnýggjað. Í dag standa vit á hesum søguliga stað og minnast aftur á teir djørvu sjófarararnar, sum vunnu á øllum kendum og ókendum vandum á sjónum og førdu eina nýggja kristna tíð til hesar strendurnar. Hasir somu munkarnir, ella teirra brøður, førdu eisini kristindómin til Cornwall og oyggjarnar vesturi í havi, Scilly-oyggjarnar. Saman við okkum í Cornwall og í Føroyum hava vit ein bólk av djørvum ævintýrarum, sum vórðu førdir fram av teirra trongd til at boða gleðiboðskapin til øll fólk, hvar tey enn livdu. Byrjanin til eitt stórt ævintýr Í dag eru vit við byrjanina av einum stórum ævintýri, leitanini eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini. Nú vit fara í holt við hesa risastóru avbjóðing móti tungum aldum, djúpum havi og basaltløgum, sum gera vanligt seismiskt kanningararbeiði ógjørligt, tykist tað vera hóskandi at minnast aftur á teir enn djarvaru uppdagararnar, sum komu higar í leðurbátum og tóku andan av eini nýggjari tíð við sær. Richard Hardmann fegnaðist um at kunna lata føroyska róðrasambandinum henda bátin og helt fram: Hetta er ein bátur av einum slagi, sum fyrstu ferð varð smíðað á Scilly-oyggjunum fyri eini 150 árum síðani. Báturin varð vanliga brúktur at føra loðsar út til skipini, sum vildu koma inn í víkina millum oyggjarnar. Sker og boðar, bæði oman fyri og undir sjónum, gera skipaferðsluna inn í víkina torføra og vandamikla. Uttan ein staðkendan loðs umborð var sera sannlíkt, at skipið fór at sigla á eitt sker ella tað, sum verri var. Bátarnir róðu kapp út til skipini fyri at fáa inntøkurnar, sum loðsurin fekk frá skipinum. Teir høvdu ikki loyvið til at hava fleiri enn seks árar, tí bátarnir hjá tollembætismonnunum høvdu bátar við átta árum, og sum tit ivaleyst vita, er fólkið í Cornwall eisini kent fyri smugling. Harafturat, orsakað av øllum vrakunum, vórðu bátarnir nýttir til bjargingararbeiði, og hetjuverk vórðu regluliga framd av bátsmanningunum, og nógvir sjólótust eisini. Kappingin millum bátarnar um inntøkurnar frá loðsunum hevði stóran týdning fyri uppihaldið hjá einum fólki, ið livdi frá hondini í munnin. Hvør oyggj hevði sín egna bát, og tað var ein sera stórur heiður at gerast partur av manningini. Richard Hardmann ynskti at enda manningini á hesum bátinum (Brendan) Guds signing og góða eydnu í kappingunum, hann fer at vera við í í heimsmeistarakappingini í mai mánaði á Scilly-oyggjunum. Av enn størri týdningi er, at vit vóna, at hesin báturin (Brendan) verður eitt tekin um samanhaldið millum tey, ið liva av sjónum - nakað, sum teir fyrstu uppdagararnir so praktiskt gjørdu til veruleika - og at hann fer at gerast ímyndin av felags vónum og framburði, sum gevur tilveruni hjá okkum øllum litir. Sum skaldið Thomas Traherne skrivaði í 1660: Tað er okkara vón, at øll, sum rógva við Brendan, fara at gera henda framburð til veruleika og av sonnum verða krýnd við eydnu í stóru kappingini, tey skulu vera við í segði stjórin í Amerada Hess í røðu síni í kirkjuni í Kirkjubø mánadagin. Turið Sigurðardótitir TuSig@fmd.fo HALLDÓR LAXNESS deyður (1902 - 1998) Hugleiðing tá ið andlátsboðini komu Sunnudagin andaðist heimsgitna íslendska skaldið, Halldór Laxness 95 ára gamal Hvussu máta vit mikilleika? Tá ið eg fekk tíðindini um, at Halldór Laxness er deyður, komu tey fram fyri meg sum í dreymi, men so livandi, at tað er, sum eg kundi tikið í hondina á teimum: Salka Valka, Bjartur í Summarhúsum, Ólavur Ljósvíkingur, Steinar í Steinslíð, Jón Hreggviðsson, Snæfríð Íslandssól, Vevarin mikli úr Kasjmir, Ugla og Aldinblóð og Álvgrímur og mong onnur av fólkunum í søgum hansara, frá Garpasøguni sum er umskriving hansara av fornsøguni um Tormóð Kolbrúnarskald og Torgeir Hávarsson til Atomstøðina, sum er hansara kritiska lýsing av teimum vandum, sum íslendingar stóðu framman fyri sum nýfræls tjóð við fremmandum hervaldi í landi. Ómetaliga væl at sær komin í íslendskari søgu, máli og bókmentum var hann samstundis maður nútíðar og heimsmentanar. Halldór Laxness var føddur í 1902, 2 ár áðrenn íslendingar fingu ta heimastýrisskipan, sum teir høvdu í 14 ár, til 1918, og nú hann doyði, hevði Ísland hildið 50 ára hátíð sum sjálvstøðugt ríki. Og Laxness tók fullan lut í sjálvstýrisstríðinum hjá sínum fólki. Hann setti orð á íslendskan veruleika og gjørdi hann til ein part av alheiminum í søgu og samtíð. Tað var minni enn so altíð væl toknað, tað hann segði íslendingum um teir sjálvar, tá ið hann í sínum stóru samtíðarskaldsøgum lýsti menniskjaskapta neyð, andliga armóð og falska sjálvsfatan. Tað sum hann hevði at siga um neyðarlívið hjá íslendskum bóndum, teimum sum høvdu staðið sum burðarstólparnir í íslendskari mentan frá áraldstíð, var mett sum einki minni enn landssvik. Kortini verður hin ómenniskjansliga harðbalni knæbóndin Bjartur menniskjansligur og ógloymandi gjøgnum kærleika sín til stjúkdóttrina Ástu Sóllilju, lívsblómu sína. Eins og Arnas Arnæus var Halldór Laxness heimsmaðurin, ferða- maðurin, kosmopolitturin, men samstundis hann sum dugdi at tosa við ta gomlu bygdarkonuna, so meinkunnugur við slag og slekt og øll viðurskifti, sum var hann ongantíð farin burtur. Upplýsingarmaður, romantikari, modernistur; sosialistur, katolikkur, taoistur. Ein felagsnevnari kunnu orðini hjá Salku Valku vera, tá ið hon frá at vera ímóti arbeiðarafelagnum er blivin tann ágrýtnasta at fáa arbeiðsfólkið at standa saman, og tað verður brigslað henni, at hon hevur broytt støðu; tá er tað hon svarar við orðum, ið kunnu standa sum eyðkennisorð fyri ta leitandi ondina hjá høvundinum: "Havi eg ikki loyvi til at vita betur í ár enn í fjør?" - Humanistiski boðskapurin hjá Laxness um samhuga við tí lítið menta, veika, allastaðni, hevur verið samanfataður við orðunum um "samhugan við Ástu Sóllilju á jørðini". Hin reini tónin Í Atomstøðini (1948), síðstu sosialistisku skaldsøguni hjá Laxness, sigur organisturin: "Okkara tíð - okkara lív, tað er okkara vakurleiki"; orðini hóska saman við øllum, sum Laxness hevur skrivað og eru einasti fasti lærisetningur hansara. Vakurleikahugtakið er relativt eins og tíðin. Vakurleikin í Salku Valku (1931-1932) er ein annar enn í Brekkubýlissøgu (Brekkukotsannáll, 1957), har "Eitt tár mótvegis skapan heimsins" er endamálið hjá alheimssangaranum Garðari Hólm, sum leitar eftir tí eina og reina tónanum, sum er sannur. Í seinastu skaldverkum sínum leitaði Laxness støðugt ídnari eftir hesum tóna, eftir fullkomnari listarligari orðing, samstundis sum hann fekk vantrúgv á orðum. Jón Primus, presturin í Kristnihaldi undir Jøkli (1968) sigur: >>Tað er spell, at vit ikki bríksla hvør á annan eins og fuglarnir. Orð eru villleiðandi. Eg royni sum best at gloyma orð. Tí skoði eg liljurnar á bønum, men tó fram um alt og serliga jøkulin. Hyggur tú nóg leingi at jøklinum, halda orð uppat at hava nakra gudsskapta merking.<< Við hansara egnu orðum (Yfirskyggðir staðir, greinir, 1971): >>Vit skulu vóna, at tað er náttúran, skapanin sjálv, sum kemur til møtis við okkum í listini.<< --------------------------- Halldór Laxness: MAISTJØRNAN O mín lættgongda stjørna, o mín trá eftir tær, enn vil snerta í glugga, tá ið sól ikki sær, lat tó vindin so ýla, bara stjørnan er nær, og nú komin er stjørna, sum er stjørnan hjá mær. Tað er kreppa í landi, tað er stríð, ikki sátt, hvør er turvtari nú? Hvør er veitari brátt? Tað sum eg fái skamtað er fátækt og smátt uttan vársólarvón, mína megi og mátt. Men í kvøld lýkur vetur hins vinnandi mans, og í morgin skín maisól, henda maisól er hans, henda maisól er sól okkar felagabands, tí skal merkið í húnar okkar framtíðarlands. Sigurð Joensen føroyskaði STÓÐ EG VIÐ ØKSARÁ Stóð eg við Øksará, fossagos gjónni frá; gangara ungum á Arason reið tætt hjá, hjálmfagurt herðum frá høvur eg uppreist sá; her gjørdi hann stuttan stans, stevndi til Norðurlands. Úr lundi hoyrdi eg, hvar hulduljóð sungið varð; fanst mær eg kendi har tann sum sló streingirnar: heilur til kropp og sál lokkar fram álvamál, alvinur er títt navn heimkomin úr Kjøpinhavn Stóð eg við Øksará á fjøllum roði brá, kátt tók at klinga og fast klokkan sum áður brast, alskæran ljóm hon sló út yvir vatn og skóg. Mín klokka, klokkan tín, kallar oss heim til sín. Halldór Laxness Tiltøk Møtir, fundir o.a. Samkoman Immanuel Í kvøld møti kl. 20.30. Rhema á Hálsi Í kvøld kl. 20 møti. Exodus og Sørin Petersen luttaka. Øll eru vælkomin. Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Jónfinn Petersen talar. Øll eru vælkomin. KFUM & KFUK Í kvøld kl. 20 hittast Varðmenn í KFUM. Hóskvøldið kl. 19.30 verður hugnaløta í KFUK. Fríggjakvøldið er opið hús í KFUM. Børn undir 13 ár kl. 19-21. Ung yvir 13 ár kl. 19-01. Øll eru vælkomin til okkara tiltøk og fundir. Frelsunarherurin, Tórshavn Í dag kl. 15: Bøn. Í kvøld kl. 20: Bíbliutími v/ Hans Hansen. Hóskvøldið kl. 20: Heimaforbundið. Allar kvinnur kunnu vera við. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundur Sporafundur í Havn í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Felagið Tórshavn GONGUTÚRUR Leygardagin 14. febr. verður gongutúrur í Hoyvík, Heljareyga og Byrgistanga. Farið verður frá Hoyvíksgarðinum kl. 14.30. Mentunnar-caféin Ælabogin Bøgøta 3, Klaksvík Hóskvøldið 12. febr. verður japanskt kvøld í Ment-unnar-caféini Ælabogin. Borðreitt verður við ymiskum japanskum mati, ljósmyndir verða vístar og møguleiki verður at fáa eitt sindur av innliti í sermerktu japansku mentanina. Lynn Reveal, sum hevur búð og ferðast nógv í Japan, skipar fyri kvøldinum. Opið er frá kl. 20 og tiltakið kostar við øllum 30 kr. Atgongumerki kunnu keypast í forsølu hjá Galleri Carolina. Øll eru hjartaliga vælkomin. Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sending in frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Herning, Jylland 21. febr. verður tiltak fyri føroyingar í Jyllandi í Danmark. Tiltakið verður í Josvalskúlanum, Dalgasgade 11, Herning. Byrjað verður kl. 15.00 við hugnaløtu og uml. kl. 16.30 verður evangeliskt møti. Við verða Godtfred Joensen v/ familju. Eisini verður sangur, tala, søga, ljósmyndir o.a. Áhugað kunnu venda sær til Jens Olsen, tlf. 20458073, Símun J. Hansen, tlf. 20660962, ella Svein Askildsen, tlf. 97225623 Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Konsertfelagið leggur til brots Konsertfelagið hevur játtað at stíla fyri eini turné við konsertum í Føroyum, Íslandi og Danmark við tveimum kendum føroyskum tónleikarum. Tað er Øssur Bæk violin og Jóhannes Andreasen klaver. Ferðin byrjar í Føroyum 13. februar og endar í Danmark 21. februar við steðgi í Íslandi. Tilsamans fara teir at halda fimm konsertir á ferðini. Tann fyrsta konsertin verður á Trongisvágs skúla 13. febr., í Runavíkar skúla 14. febr., og at enda í Norðurlandahúsinum 15. febr. Í Tónlistaskúlanum í Keflavík 17. febr., í norðurlandahúsinum í Reykjavík tann 18. febr. og at enda í Rundatorni í Keypmannahavn tann 21. febr. Skráin er sera ambitiøs og spennandi við tveimum sonatum. Tann í A-dur KV 293 d (305) eftir W. A. Mozart og sonata í d-moll opus 108 eftir J. Brahms. Harafturat Divertimento eftir Stravinsky og at enda tað flottu Caprice Basque opus 24 eftir Sarasate. Í Føroyum er kanska óneyðugt at kunna um Johannes Andreasen, sum er ein av okkara kendastu peanistum og sum tíðum heldur konsertir bæði einsamallur og saman við øðrum her heima og uttanlanda. Hann hevur spælt inn tónleik sum er útgivin bæði á plátu og fløgu, har tann seinasta innspælingin er gjørd í Wien. Uppgávurnar fyri 1998 eru eisini nógvar, har kanska tann størsta er framførslan av Keisarkonsertini eftir Beethoven við Føroya Symfoniorkestrið nú í mars mánaða. Jóhannes tók prógv í Wien í 1986 við seinni skeiðum á Menhuin Academy og hjá Feuchtwanger í London. Hann virkar nú sum musikklærari í Føroyum. Við sínum sterku føroysku rótum er Øssur Bæk (bæði foreldrini eru føroyskt) ofta at síggja á konsertferð í Føroyum. Annaðhvørt sum limur í Aldubárini (har Johannes eisini hevur ein sess) ella sum assistentur í Føroya Symfoniorkestri. Øssur Bæk er uppvaksin og búsitandi í Keypmannahavn har hann virkar sum fyrsti violinleikari á kgl. kapellinum. Hann hevur lært á Suzuki Instituttinum og hjá Bela Detrekoy í Odense. Solist diplom í Utrecht hjá Liberman í 1990. Er stovnari av >>Kgl. Kapels kammerorkester<<. Tað er konsertfelagið, sum saman við tónleikarum, Norðurlandahúsinum og Kunningarstovuni í Havn skipa fyri konsertturnéini. Stórur áhugi fyri tíðarriti um Føroyar Tíðarritið FÆRØERNE, sum kom út fyrstu ferð í januar, verður longu nú lisið víða um heimin Nýggja tíðarritið FÆRØERNE, sum føroyska kunningar- og handilsskrivstovan FØR-DAN í Esbjerg gevur út, hevur fingið góða móttøku. Tíðarritið, sum kemur út á donskum máli, er fyrst og fremst ætlað lesarum í Norðurlondum, men longu nú verður ritið lisið millum norðurlendingar víða um heimin eitt nú í teimum trimum baltisku londunum, Týslandi, Italia, Bretlandi, Kanada og í USA. Á skrivstovuni hjá FØR-DAN verður upplýst, at stóri áhugin fyri nýggja tíðarritinum er týðiligt tekin um, at áhugin fyri kunning um Føroyar og føroysk viðurskifti er stórur. Harafturímóti ber ikki til at seta lesaraskaran í nakran ávísan bás, tí talan er um ein ógvuliga fjølbroyttan skara. Upplýsing Endamálið við nýggja tíðarritinum er fyrst og fremst at kunna útlendingar um Føroyar og ymisk føroysk viðurskifti. Í fyrstu útgávuni, sum kom í januar, vóru upplýsandi greinar um marknað, vinnulív, fyrireikingar til oljuvinnu, íløgur, ferðavinnu o.a. Millum høvundarnar vóru Tryggvi Johansen, leiðari á Viðskiftastovuni í Keypmannahavn, Herálvur Joensen, leiðari á Oljufyrisitingini og Jógvan Sundstein, grannskoðari. Í innganginum, sum Edmund Joensen, løgmaður hevur skrivað, varð m.a. sagt, at útgávan av FÆRØERNE er júst í tráð við hugsan landsstýrisins um, at tað er neyðugt at kunna um Føroyar úteftir Eisini hinvegin Men FÆRØERNE er ikki bara ætlað útlendskum lesarum, og tíðarritið hevur eisini nógvar lesarar í Føroyum. FÆRØERNE kemur út í litum 11 ferðir um árið, og árliga haldaragjaldið er 240 krónur. Tað ber til at gerast haldari við at rinda haldaragjaldið inn á konto hjá útgevaranum FØR-DAN í føroysku peningastovnunum. Tað ber eisini til at tekna seg á telefon 75 15 25 11 ella telefax 75 15 77 11. Avbjóðingin 50 ár við yvirlýsingum um mannarættindi Eftir Andrew Ladly Øll tey, sum stríðast fyri mannarættindum, harmast um brotini, ið verða framd ímóti hesum rættindum og eru samd um, at stjórnarmyndugleikarnir í heimsins londum hava stóra ábyrgd at røkja. Tað eru teir, ið skulu forða fyri hesum brotum og draga tey til svars, sum standa fyri teimum. Men hetta er eitt stríð, ið ongantíð endar. Meðan mál verða tikin upp og sakarmál reist í einum stað, taka onnur brot seg upp aðrastaðni. Tí hevur tað stóran týdning at minnast framstigini, ikki bara í teimum einstøku málunum, men eisini í stríðnum at fáa myndugleikar at binda seg til hesar skyldur. Í ár verða 50 ár liðin, síð-ani Heimsyvirlýsingin um Mannarættindi varð samtykt og lýst á aðalfundi í ST. Yvirlýsingin er eitt tað størsta stigið á leiðini móti mannsømd um allan heim. Ásetingarnar í henni eru ein avbjóðing, sum Amnesty International vil seta í ljós hetta minningarárið. Okkara samvitska eigur framvegis at verða órógvað av teimum framhaldandi brotunum á greinarnar í henni. Vit eiga at tvífalda okkara áheitanir á stjórnirnar og halda fast við, at limaskapurin í ST krevur, at ásetingarnar í yvirlýsingini verða hildnar út í æsir. Fyri at skilja týdningin, sum yvirlýsingin hevur, er neyðugt at leita aftur í søguna at vita, hvussu hetta skjalið varð til. Meðan tað ikki ber til at siga, at júst tá ella tá byrjaði stríðið fyri mannarættindum í okkara øld, so var samtyktin í ST ein avgerandi varði fyri mannatign í viðurskiftunum millum lond og innanhýsis í teimum einstøku londunum. Yvirlýsingin var eitt svar til teir ræðuleikar, heimurin hevði sæð árini frammanundan, hendingar, sum høvdu skakað samvitskuna hjá allari mannaættini. Dómstólar høvdu verið settir í Nurnberg og Tokyo at viðgera krígsbrotsverk. Tíðindi og myndir bórust um allan heim við prógvum um tann ófatiliga harðskapin. Dómarar, heryvirmenn, ráðharrar, einaferð so sterkir, at eingin kundi røra teir, komu fyri rættin sum krúpandi menn. Nýggj hugtøk máttu gerast fyri at rúma ræðuleikunum: Hópdráp, fólkamorð, krígsbrotsverk, brotsverk móti mannaættini, endaloysn, holocaust. Í einum formæli og 30 stuttum greinum lýsir skjalið >>somu og ómissiligu rættindini hjá hvørjum limi mannaættarinnar<<. Hesi rættindi liggja í tí íborna virðinum, hvørt einstakt menniskja hevur, og tey kunnu ikki verða tikin burtur við lóggávu ella stjórnarboðum. Í ljómandi orðum lýsir ST mannarættindini >>sum felags mið fyri øll fólk og allar tjóðir við tí endamáli, at hvør einstakur og hvør samfelagsstovnur við hesi yvirlýsing í huga skal stremba fyri við frálæru og uppaling at fremja virðing fyri hesum rættindum og frælsismálum og við framsøknum atgerðum innanlands og millumlanda at tryggja, at tey verða viðurkend og hildin allastaðni á munagóðan hátt, bæði í fólkinum í limalondunum og í fólkinum í teimum londum, sum eru innan løgdømi teirra<<. Soleiðis gjørdist yvirlýsingin partur av felags heimsmentanini og varð staðfest av ríkisstjórnum og heimsfelagsskapinum. Orðið >>skal<< leggur eina skyldu á hvønn einstakan og á allar partar av samfelagnum. Í 1948 vágaði eingin stjórn at atkvøða ímóti eini yvirlýsing, sum varð hildin at vera ein grundleggjandi partur av sjálvum ST-skjalinum. Tó vóru 7 lond, ið ikki skrivaðu undir: Sovjettsamveldið sínum sameindu, Saudi Arabia og Suðurafrika. Tey lond, sum ikki atkvøddu fyri, brúktu nógv orð til at greiða frá grundum sínum ikki at taka undir, grundir, sum hendingarnar síðani hava gjørt til einkis. Yvirlýsingin var úrslitið av 18 mánaða longum arbeiði í nevndini fyri mannarættindum. Nevndin hevði fingið arbeiðssetning sín aftan á umrøður í øllum pørtum av Sameindu Tjóð-unum og í teimum flestu stjórnunum í limalondunum. Men hetta kjak hoyrdist so at siga ikki uttan fyri veggirnar hjá teimum, ið ráddu tá, seinast í 40-unum. Sjálvandi strongdu øll samfeløgini á at byggja uppaftur tann krígsherjaða heimin, og tað er einki at ivast í, at vreiðin um kríggj og kúgan var so stór, at uppskotini hjá nevndini høvdu fingið undirtøku bæði í býum og fátækum bygdm allastaðni. At yvirlýsingin ikki varð løgd fram til alment orðaskifti var eingin góð byrjan, skuldi tað eydnast at fáa allan heimin at broyta hugsan og virða mannarættindini í verki. Tað tykist at hava verið so, at stjórnirnar, serliga hjálandastýrini, kappaðust í ST um at stuðla yvirlýsingina, samstundis sum tær vónaðu at fáa frið fyri tí vanliga fólkinum á jarðarteigum og í verksmiðjum, hesi, sum tey næstu tíggjuárini skuldu líða undir brotum á hesa somu yvirlýsing. Heimsbardagin og fasisman vóru tær søguligu fyritreytirnar, men yvirlýsingin var samstundis ein avbjóðing móti hjálandaveld-um og øðrum ódemokratiskum stýrisskipanum. Formælið greiðir frá teimum hugsjónum, ið seta mannarættindini beint inn í hjartað á øllum samfelagslívi. Virðingin fyri hesum rættindum verður lýst sum >>støðið undir frælsi, rættvísi og friði<<. Tey >>fýra frælsini<< hjá Roosevelt (frælsið at siga sína hugsan, trúarfrælsið, frælsið frá ótta og neyð) vórðu søgd at vera >>menniskjunnar hægsta mið og mál<<. Sjónarmiðið í formælinum, at harðræði heima hjá sær sjálvum og harðræði úti í heiminum eru samantvinnað, varð gjølliga grundgivið. Sum 20. øld er liðin, hava vit sæð dømi um hetta mynstrið mangastaðni, sum nýliga í Argentina, Iraq, Suðurafrika, Jugoslavia, ið var, og Kongo. Formælið ger greitt, at mannarættindini mugu verjast við lógum, um fólk ikki skal verða noytt til >>sum evstu ráð at taka til uppreistur móti harðræði og kúgan<<. Hetta tekur av sonnum skorðarnar undan øllum harðrendum einaræðisstýri. Í greiðum orðum tilskilar yvirlýsingin, at øll menniskju hava >>rætt til samfelags- og altjóða skipan, har tey rættindi og frælsi, ið nevnd eru í hesi yvirlýsing, kunnu verða framd út í æsir<<. Sostatt áleggur yvirlýsingin teimum ymisku samfeløgunum at fremja tiltøk í politikki, í rættarviðurskiftum, í skúling og mentan, bæði í egnum landi og landanna millum, sum kunnu tryggja hesar ásetingar >>úti í æsir<<. Hetta vóru ógvuliga umfatandi mál at seta sær, og tað var eitt veruligt ískoyti til ST-sáttmálan sjálvan. Nú skuldi tað nú standa sína roynd. Yvirlýsingin hevði við sær eina fjøld av átøkum, sum skuldu tryggja mannarættindini í verki. Á alheimsstøði hava teir ymisk ST-stovnarnir ment seg síðani 1948. Aftur at teimum ymisku kunngerðunum og øðrum felags fyriskipanum um mannarættindi (t.d. minstukrøv til løgreglu og fongsling) er nú eitt samanhangandi samstarv skipað og góðkent av flestu stjórnum. Hetta umfatar teir tveir høvuðssáttmálarnar um mannarættindi og fleiri samtyktir, so sum samtyktin móti píning. Arbeiðið við skipanum og reglugerðum mennist. Stovnsetingin av embætinum sum hákommisserur fyri mannarættindi og royndin at skipa ein alheims dómstól í revsimálum eru týðandi dømi. Men yvirlýsingin fekk eisini týdning, tí hon viðurkendi hugtakið um mannasømd, tað sum nú kallast >>tey fíggjarligu, sosialu og mentunarligu rættindini<<. Hetta vóru rættindi, sum Sovjettsamveldið og tess sameindu løgdu serligan dent á í orðaskiftinum. Men Roosevelt hevði longu tá talað fyri, at stjórnirnar høvdu skyldu at verja sínar borgarar móti fátækradømi (frælsi frá neyð). Harumframt var tað viðurkent, at ídnaðarmenningin, við orðunum hjá Henri Lauger, tá ið hann setti nevndina fyri mannarættindum í 1946, >>hevur skapað fíggjarligar skipanir, ið leggja ótolandi byrðar á annars fræls fólk<<. At enda fekk hugsanin um at fáa fíggjarlig, sosial og mentunarlig rættindi við í yvirlýsingina breiða undirtøku. Hetta var at geva teimum almennu mannarættindum eina nýggja dimensjón. Tey ymisku rættindini eru týðiliga samanbundin, tí tey koma øll frá sama hugtak-inum um javnrætt. Mannsømilig kor kunnu ikki vera har, ið >>ótolandi byrðar<< liggja á fólki. Hesi rættindini til vælferð og arbeiði (herundir somu løn fyri sama arbeiði), til frítíð, tryggar lívsumstøður, skúlagongd og mentan hanga saman sum ein skip-an í fleiri liðum, ið tað liggur á stjórnunum og ST at tryggja. Hetta var fyrsta stigið í tí seinna orðaskiftinum um býti av ábyrgd millum tey ríku og tey fátæku londunum. So sum málið um norður/suður-viðurskiftini vísir, stendur hetta orðaskiftið við. Tær avgerandi ásetingarnar í yvirlýsingini staðfestu fyri fyrstu ferð í einum heimsumfatandi skjali rættindini hjá einstaklingum og bólkum mótvegis stjórnarvaldinum. Men tað setti eisini upp skyldurnar hjá borgarunum mótvegis lógligum myndugleika, herundir virðingin fyri rættindum hjá øðrum. Yvirlýsingin roknaði við, at stjórnir (og borgarar) fóru at gera eftir ásetingunum. Men hvussu kundi ST ella ein einstaklingur vita, um ein stjórn virdi hesar ásetingar >>út í æsir<>samfelagsliga, altjóða skipan, har tey rættindi og frælsi, ið nevnd eru í hesi yvirlýsing, kunnu verða framd út í æsir<<. Dr. Andrew Ladley er lektari í jura á universitetinum í Wellington í New Zealandi. Hann hevur arbeitt fyri ST í Kambodia og fyri Bretska Samveldið í Suðurafrika og Gambia. Sum limur í Amnesty í New Zealandi hevur hann verið við í kanningarferðum til Vestursamoa og Bosnia. Áki Bertholdsen Í nógvum bygdum fer skatturin upp - og í øðrum fer hann niður Kommunurnar eru ikki óvilligar at hjálpa hvørjari aðrari at sleppa burturúr skuldini. Men landskassin eigur at hjálpa til, tí hann hevur líka stóra skyld í trupulleikanum, sum kommunurnar sjálvar hava Tær kommunurnar, sum eru hampiliga væl fyri eru ikki óvilligar til at hjálpa teimum kommununum, sum eru komnar so illa fyri av skuld, at tær reisa seg ikki aftur uttan at fáa kunstigan andadrátt. Tær seks størstu kommunurnar, sum hava tikið seg saman í Býarfelag Føroya, eru nú av álvara farnar undir at viðgerða trupulleikan við kommunuskuldini. ­ Enn er viðgerðin komin ov stutt til at vit kunnu siga, hvør loysnin verður ­ Men tað er nokk so nær at hugsa sær, at tær kommunur, sum eru hampiliga væl fyri, onkusvegna hjálpa teimum, sum eru ringast staddar, sigur Jákup Lamhauge, formaður í Runavíkar Kommunu og formaður í Býarfelag Føroya. Tær seks kommunurnar í Býarfelag Føroya eru, Tórshavnar-, Klaksvíkar,- Runavíkar-, Tvøroyrar-, Vágs- og Fuglafjarðar Kommuna. Tað eru tær kommunurnar í Føroyum, sum bera býarheitið. Jákup Lamhauge sigur, at nú eru tvey ár til avtalan um kommunuskuldina gongur út í 2000 og spurningurin er oftari og oftari reistur um, hvat skal henda aftaná. ­ Vit halda, at tað er rætt at taka málið upp nú og tí eru vit í Býarfelag Føroya sinnað at átaka okkum ein virknan leiklut í, hvussu spurningurin um kommunuskuldina verður loystur eftir 2000, táið kommunurnar aftur fara at betala rentur og avdráttir eftir upprunaligu lániavtalunum. Tó sigur formaðurin í Býarfelagnum, at enn er viðgerðin komin nakað stutt til at nakað ítøkiligt kann sigast. Men tað verður arbeitt við fleiri loysnum, sigur hann. Hann sigur, at tað er nokk so ringt at gera nakað ítøkiligt, áðrenn vit vita, hvussu kommunubygnaðurin verður í framtíðini. Hann sigur, at tí verður bíðað eftir, hvat úrslit kommununevndin hjá landsstýrinum kemur til um, hvussu nógvar kommunur skulu verða í Føroyum, og, hvørjar uppgávur hesar kommunurnar skulu hava. Men hóast tað enn ikki er greitt, er tað mangt, sum bendir á, at úrslitið verður, at tað skulu verða einar 9-10 kommunur í øllum Føroyum. Tvs, at Suðuroyggin verður tvær kommunur, Sandoyggin ein, Vágoy ein, Suðurtreymoy ein, Norðstreymoy ein Eysturoyggin tvær og Norðoyggjar ein kommuna. Tó kann tað henda, at ein partur av Norðurstreymoy og ein partur av Norðureysturoy verður ein kommuna. Jákup Lamhauge sigur, at fyrrenn hetta er greitt ber illa til at koma við nøkrum ítøkiligum tilmæli til, hvussu trupulleikin um kommunuskuldina eigur at verða loyst. ­ Tað ger seg eisini galdandi, at lánveitararnir hjá kommununum vilja hava Føroyar lagdar saman í nakrar fáar, stórar kommunur áðrenn teir vilja taka upp samráðingar um kommunuskuldina, tí teir hava ikki áhuga í at samráðast við 49 kommunur, harav nógvar av teimum eru so smaár, sum tær eru. Arbeiða við ymsum loysnum Jákup lamhauge sigur, at Býarfelgið arbeiðir við ymsum loysnum fyri, hvussu trupulleikin við kommunuskuldini skal loysast. ­ Ein máti kann verða, at vit fara at royna at finna eina samlaða fígging fyri allar kommunurnar. ­ Ein annar máti kann verða at kommunurnar fara at samráðast hvør sær, táið tær eru lagdar saman, tí tá verða tær lutfalsliga stórar og sterkar at grundarlagið fyri samráðingum verður betri. Summar mugu hava hjálp Men so eru tað tær kommunurnar, sum eru so illa fyri, at tær koma ikki burturúr skuldini einsamallar. ­ Tað eru nakrar kommunur, sum eru so illa fyri, at tær koma ikki burturúr skuldini, um ikki onkur serlig tiltøk verða sett í verk fyri tær. Formaðurin í Býarfelagnum sigur, at tað liggur nokk so nær at hugsa sær, at tað verður funnin ein ella onnur samhaldsføst skipan, so at tær kommunurnar, sum eru betri fyri, onkusvegna hjálpa teimum sum eru so illa fyri, at tær ikki kom at klára seg. Ein máti kann vera at kommunali kreppulánsgrunnurin heldur fram. Og síðani verður roknað út, hvat kommunurnar megna at forrenta, og so verður skuldin omanfyri tað, klipt av. 19-20% í skatti Jákup Lamhauge sigur, at verða kommunurnar lagdar saman, verður neyðugt at áseta kommunuskattin av nýggjum í fleiri førum. ­ Nógvar kommunur hava 16% í kommunuskatti, men í øðrum kommunum eru borgararnir tyngdir av einum kommunuskattaprosentið uppá 23%. ­ Hvussu skattaprosentið veldst eisini í stóran mun um, hvørjar uppgávur, kommunurnar skulu røkja í framtíðini. ­ Skulu kommunurnar átaka sær fleiri uppgávur, sum nú eru undir landskassanum, skulu meiri pengar til. ­ Men so kann tað eisini hugsast, at skatturin verður býttur øðrvísi ímillum land og kommunur, enn hann verður nú. ­ Tvs, at landsskatturin lækkar og kommunuskatturin hækkar. ­ Men taka vit útgangsstøðið í uppgávubýtinum, sum nú er ímillum land og kommunur, vænti eg ikki, at nøkur kommuna sleppur undir einum kommunuskatti uppá 19-20%, sigur Jákup Lamhauge. Siga vit so, at tað verður 19,5%, merkir tað, at í 30 kommunum skal skatturin hækka og í 19 skal hann hækka. Í átta kommunum er skattaprosentið 16 og í níigju er tað 23 Í ár er miðal kommunuskattaprosentið 19,82% Landið má hjálpa til En stórur spurningur í sambandi við kommunuskuldina hevur verið, um landskassin skal hjálpa til at loysa trupulleikarnar við kommunuskuldini. Vit spurdu Jákup Lamhauge, hvat tær seks kommunurnar í Býarfelag Føroya halda um tað. ­ Vit mugu ásanna, at higartil hevur Landsstýrið ikki viljað tikið stórvegis lut í orðaskiftinum um kommunuskuldina. ­ Men eg haldi, at tá kommunurnar vísa ein vilja at loysa málið, átti landsstýrið eisini at verið meiri opið fyri komið upp.í ­ Tí eg haldi ikki, at landsstýrið kann snúgva sær undan at hava ein stóran part av skyldini fyri, at summar kommunur eru komnar í óføri. ­ Tí landsstýrið hevði eitt kommunalt eftirlit, sum var alt ov veikt. Eg haldi tvørturímóti, at landsstýrið hevur líka stóra skyld í hesum trupulleika, sum kommunurnar hava. ­ Jákup lamhauge sigur, at eftir hansara tykki er tað beinleiðis neyðugt, at landsstýrið átekur sær ein hjálpa til at loysa hendan trupulleikan. ­ Tað eru 49 kommunur í Føroyum, og táið tær hava vilja at loysa málið, hóast tær ikki hava ábyrgd fyri hvørjum øðrum, átti landsstýrið eisini at tikið sín part á seg, tá ið tað hevur ein part av skyldini, sigur Jákup Lamhauge. Dagny Joensen dafny@sosialurin.fo Leikluturin hjá Lykketoft skal nú kannast Serfrøðingar í Løgmálaráðnum fara nú at kanna leiklutin hjá Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharra, í sambandi við partabrævaumbýtið Serfrøðingar í lógarmálum í danska Løgmálaráðnum, skulu nú kanna leiklutin hjá Mogens Lykketoft í partabrævaumbýtinum. Samstundis royna politisku flokkarnir í Fólkatinginum møguleikan at gera eina óhefta løgfrøðiliga kanning av nógv umrøddu sambandinum hjá Lykketoft, bæði við Fíggjareftirlitið og Tjóðbankan. Tað er Aage Frandsen, framsøgumaður í Føroya-málum í SF, sum hevur heitt á løgmálaráðið um at taka málið upp. Løgfrøðiligu serfrøðingarnir skulu meta um, hvørt Lykketoft helt seg til lógina um ráðharraábyrgd, tá hann í apríl 1993 fekk Tjóðbankan at veðhalda fyri føroysku bankarnar, uttan tó at kunna fíggjarnevndina í Fólkatinginum um tað. Serfrøðingarnir skulu eisini kanna, um fíggjarmálaráðharrin bar seg lógliga at, tá hann setti seg í samband við Eigil Mølgaard, táverandi stjóra í Fíggjareftirlitinum, og bað hann "pjaka^3 sær við bankaeftirlitinum í Føroyum. Um løgmálaráðið metir, at hetta er ein trupulleiki, hevur SF í hyggju at seta seg í samband við aðrar lógfrøðingar. Um tað vísir seg at teir eru samdir, kann talan verða um at fáa eina óhefta løgfrøðiliga meting, segði Aage Frandsen, limur í Politsku búskaparnevndini, í farnu viku. Hóast tað frameftir er ivamál, um ein óheft kanning yvirhøvdu kemur upp á tal, heldur Uffe Ellemann-Jensen, formaður í Vinstaflokkinum, at SF og Eindarlistin ikki longur stuðla stjórnina til fulnar í hesum máli. Trygdarnetið, sum flokkarnir vinstrumegin í Fólkatinginum higartil hava spent út, er um at skrædna. Tá lógmálaráðið hevur svarað spurninginum, fara vit at umhugsa spurningin um eina óhefta lógfrøðiliga meting. Kanningarhátturin viðvíkjandi bankamálinum, leggur júst upp til, at Fólkatingið skal gera niðurstøðu í málinum, sigur Uffe Ellemann-Jensen við Politiken seinasta fríggjadag. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Vit selja okkum ikki fyri einhvønn prís Tað merkir, at Javnaðarflokkurin er álítandi og konstruktivur, og ikki ein kittflokkur, sum kann fara inn allastaðni, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum Nýggja veljarakanningin vísir, at Javnaðarflokkurin hevur ávísa framgongd, men eisini stóra undirtøku, sum samstarvsflokkur, millum veljarar i øllum flokkum. Eisini tá um løgmansevni ræður, verður Jóannes Eidesgaard oftast nevndur, sum hóskandi evni. Tað er formaðurin í Javnaðarflokkinum fegin um - serliga framgongdina, hóast hon er lítil í mun til framgongdina hjá Tjóðveldisflokkinum. Okkara framgongd er meira eftirfarandi og støðug, sigur Jóannes Eidesgaard. Óheppið tá flokkar fara upp í slokk Hann heldur ikki at tað er so eftirfarandi,tá flokkar í veljarakanningum renna upp í slokk, fyri síðani at bresta tá val er. Tað, sum kemur til sjóndar nú, er meira stemningar og kenslur í samfelagnum. Tað er kanska eisini hetta, ið nú gera seg galdandi í kanningini, sigur Jóannes Eidesgaard. Eingin hugsar um annað enn sambandið millum Danmark og Føroyar. Her er boðskapurin hjá Tjóðvaldisflokkinum greiður. Teir vilja hava loysing, meðan Sambandsflokkurin ikki heldur, at nøkur broyting er neyðug. Alt tað, sum byggir á broytingar í politiskta arbeiðinum, hevur torført við at vinna frama júst nú. Eitt nú at ein stjórnmálanevnd verður sett at gera eitt føroyskt upplegg til broytingar í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Her mugu vit seta alla orku inn at kunna veljarnar um, hvussu umráðandi tað er at fáa samfelagsviðurskiftini í Føroyum fram í ljósmála. Tjóðveldisflokkurin lætt spæl Heldur tú at veljarnir í kanningini meta út frá førda politikki, ella persónum í politikki? Tað er helst ein kombinatión av báðum. Í politkki er tað oftast soleiðis,at politikarar og flokkar ikki verða mettir eftir, hvat teir hava gjørt, men eftir, hvat teir í framtíðini villja gera, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at veljarakanningin skal brúkast kritiskt og til sjálvrannsakan, um hvat er gjørt skeivt og hvat kann gerast betur, fyri at selja tað, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri. Tjóðveldisflokkurin hevur lætt spæl. Tosið í Føroyum er einsporað í løtuni. Tað er bankamálið og ríkisrættarligu viðurskiftini millum Danmark og Føroyar, meðan okkara egnu samfelagsmál verða burturtagd. Eingin tosar um skúlamál, heilsumál, almannamál og t.d. støðuna hjá teimum brekaðu. Øll tosa bara um, hvussu stórir skálkar danir eru. Vit skulu ikki gloyma hesi viðurskifti millum londini, men vit mugu heldur ikki gloyma okkara egnu samfelagsmál, sigur Jóannes Eidesgaard. Flokkurin altíð havt markantar formenn Tað er væl at formaður í politiskum flokki fær góða undirtøku, men er tað nóg mikið til at fáa størri undirtøku? Tað er avgjørt ikki nóg mikið. Umráðandi er, at vit fáa eina góða og sterka uppstilling í øllum valdømum kring landið, og at vit virðismeta tað stóra arbeiðið, sum græsrøturnar gera. Nú havi eg ikki sett meg inn í kanningina, men hon kann vera við til at vísa ein heilstoyptan flokk. Tað er ein dygd, at formaðurin í einum flokki markerar seg, og tað hevur flokkurin altíð havt. Tað er hinvegin ein trupulleiki hjá Tjóðveldisflokkinum, at veljarin ikki vísir á ein persón, sigur Jóannes Eidesgaard. Umráðandi at varðveita sín samleika Spurdur, hvat flokkurin vil brúka veljarakanningina til, sigur Jóannes Eidesgaard, at tað er ein góður spurningur. Vandi er í einhvørjari vælferð, men at hetta, ið hvussu so er, gevur flokkinum møguleika at hava allar dyr opnar. Tað, at allir flokkar vilja samstarva við okkum er væl, men tað er umráðandi hjá Javnaðarflokkinum ikki at missa sín samleika burtur. Vit eru ikki nakar kittflokkur, sum kann fara inn allastaðni. Veljarin hevur skilt Higartil hava vit prógvað, at Javnaðarflokkurin er álítandi og konstruktivur. Tað vístu vit við at fara í samgongu seinast, og vit stuðlaðu til eitt ávíst mark, uttan tó at lata okkum misnýta. Vit eru ikki so maktsjúkir, at vit ikki dugdu at takka fyri okkum, tá tað gjørdist ovboðið, sigur Jóannes Eidesgaard, sum ikki heldur, at flokkurin skal selja sína sál fyri einhvønn prís. Tað hugsi eg, at veljarin hevur skilt, sigur Jóannes Eidesgaard. Jóannes Eidesgaard joannese@post.olivant.fo Aftursvar til Finnboga Ísakson Finnbogi Ísakson hevur eina grein í Sosialinum seinasta leygardag, har hann í yvirskriftini boðar frá, at onki uppskot er um eina sjálvstýrislóg, men at Javnaðarflokkurin hevur skotið upp at seta eina nevnd Neyvan nakar tingmaður veit betur enn júst Finnbogi Ísakson, at tað nyttar lítið hjá einstøkum flokki at leggja eitt liðugt uppskot fram um eina sjálvstýrislóg, tí hon kann ikki gerast veruleiki, fyrr enn vit hava havt eitt drúgvt parlamentariskt arbeiði, sum allir flokkar ella flestallir flokkar hava luttikið í.. Skal ein slík lóggáva hava møguleika fyri at vinna frama, so má hon verða eitt úrslit av tí, sum ein meiriluti á tingi vil. Hvussu ofta hevur ikki Tjóðveldisflokkurin lagt uppskot fram um loysing, føroyska grundlóg o.l., sum ikki hava tænt øðrum endamáli enn, at fólk hava fingið at vita, at stevna teirra framvegis er tann sama. Og hetta vistu tit, áðrenn uppskotini vórðu løgd fram. Endamálið var ikki at fáa eitt uppskot samtykt, men bert at vøllurin varð kritaður av, um strikurnar vóru kámaðar. Størri politiskar broytingar, sum eitt nú í okkara ríkisrættarligu viðurskiftum krevja tíbetur, at Føroya Løgting finnur saman í einari semju. Einari semju, sum ger, at tú orkar at broyta viðurskiftuni. Alt annað er bert markeringspolitikkur. Sig mær, hvussu nógv hevur Tjóðveldiflokkurin vunnið á sjálvstýrisleið einsamallur higartil? Ella hvussu nógv hava aðrir flokkar vunnið einsamallir? Hóast tit nú hava vind í seglini í seinastu veljarakanningini, so skulu tit hava meira enn dupult so nógva undirtøku, fyrr enn tit einsamallir kunna fremja tykkara egna politikk. T.v.s. at skulu tit ella vit ella aðrir vinna nakað á sjálvstýrisleið, so má hetta gerast sum úrslit av eini parlamentariskari semju á Føroya Løgtingi, har allir partar fáa og geva nakað. Tað er forrestin politikkur. So tað, sum Javnaðarflokkurin higartil hevur gjørt, er, at hann hevur latið upp fyri møguleikanum, at eitt drúgvt fyrireikingararbeiði kann byrja, sum síðan kann føra til, at ein politisk semja verður funnin, sum hevur poltiskar møguleikar fyri at verða samtykt. Og tað má sigast, at á tingi er tað framvegis galdandi, at tað eru tey mál, sum verða samtykt, sum flyta mørk. Men harfyri er ikki sagt, at okkara flokkur ikki hevur ítøkiligar ætlanir fyri, hvat okkara partur av hesum politiska samstarvi skal vera, men tað tænir avgjørt ikki nøkrum endamáli, at vit siga, at soleiðis og soleiðis skal tað vera, nú er leyst og liðugt, tí hvat skulu so aðrir flokkar koma við. Tú verður noyddir til at hava eina opna dagsskrá, men yvirskipaða málið er at vit gera eina nýggja skipan við meira sjálvræði. Eg havi sagt tað so mangan fyrr, og eg kann endurtaka tað aftur her, at bestu garantar fyri, at avgjørt einki hendir á sjálvstýrisleið, eru Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin. Ein loysing av og á á eina A-4 síðu, sum onkur plagar at taka til, hon loysir als einki, og framvegis skylda tit Føroya fólki eina frágreiðing um, hvussu fíggjarlógin fer at síggja út, aftan á at tjóðveldið Føroyar er stovnsett. Vit kunna væl ganga út frá, at loysingin ikki verður framd við náðigávum úr danska ríkiskassanum. Tað kann væl saktans ikki hugsast, at tað verður danska heimahjálpin, sum skal fíggja loysingina.Eitt so stolt mál, má eisini hava stoltar loysnir ~n eisini tær fíggjarligu Jóannes Eidesgaard Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Sandoyingar gerast færri Hagtíðindi er útkomið. Har kunnu vit millum annað lesa, at sandoyingar og suðuroyingar gerast alsamt færri. Meðan tey stóru økini í landinum hava vent fráflytingini hava hesi bæði ikki megnað tað enn Tað vóru nøkur hørð ár í byrjanini av 90-árunum. Búskapurin fekk eitt skot fyri bógvin, og tann stóra fráflytingin byrjaði. Tá ið vit vóru flest búðu 47.838 fólk í Føroyum. Tað var í 1989. So kom fráflytingin, og hon var ógvuslig. Í tí tíðarskeiðinum lækkaði fólkatalið í øllum økjum, uttan í teimum smærru økjunum í Norðoyggjum, tað sum í hagtølunum verður kallað >>Norðoyggjar annars<<. Har vaks tað. Og tað vóru ikki smávegis broytingar sum vístu seg. Frá 1989 til 1995 lækkaði fólkatalið í Føroyum við 4.535 fólkum úr 47.838 niður í 43.393. Hetta svarar til eina lækking uppá 9,3 % fyri alt landið. Tí har fólkatalið minkaði mest var í Sandoynni, har tað fall við heili 14 %. Tað svarar til 247 fólk. Í Suðuroynni var gongdin ógvuliga lík, tí har minkaði fólkatalið við 762 fólkum ella 13%. Til samanlíkningar fluttu 956 fólk úr Tórshavnarøkinum, men tað svarar bert til 5,9%, tí fólkatalið var so stórt frammanundan. Flytingin vendur Í 1996 byrjaði so at ganga hinvegin. Í teimum stóru økjunum er fólkatalið vaksið nokkso fitt síðani tá. Í Tórshavnarøkinum eru 557 íbúgvar fleiri, enn tað vóru í 1995. Tað vil í stuttum siga, at Tórshavnarøkið hevur vunnið helvtina av fráflytingini aftur, eftir bert tveimum árum. Eysturoyggin kemur beint í hølinum á Havnini. Har er umleið triðingurin av fráflytingini vunnin innaftur. Men í tveimum økjum av landinum hevur tann skeiva hildið áfram. Tað er í Sandoyarøkinum og í Suðuroyarøkinum. Í Sandoynni minkaði fólkatalið við 74 íbúgvum í 96 og 97, meðan tað í Suðuroynni minkaði við 50 fólkum. Í prosentum svarar tað til eina minking uppá 4,9 % fyri Sandoyarøkið og 1,0 % fyri Suðuroyarøkið. So har gongur enn tann skeiva vegin. Negativt burðaravlop Verður hugt at tølunum fyri 1997 so síggja vit, at ein av orsøkum til hesa skeivu gongd er, at burðaravlopið í báðum økjunum er negativt. Burðaravlopið er munurin millum talið av føddum og talið av deyðum í einum árið. Og tað er ikki eitt gott tekin. Hyggja vit síðani eftir nettoflytingini so síggja vit, at hon í hesum báðum økjum eisini er negativ. Tað vil siga, at tað flyta fleiri fólk úr økjunum enn til økið. Og tað, at fleiri fólk flyta úr einum økið, kann verða ein av orsøkunum til, at burðaravlopið fellur, ella í ringasta føri verður negativt. Orsøkin til tað er einføld. Tað er serliga tað yngra ættarliðið, m. a. kvinnur í burðardyggum aldri sum flyta, meðan tær eldru, sum hava gjørt sína burðarskyldu, sum verða verandi. Arbeiðsloysi orsøkin Fara vit at leita eftir orsøkini til at tey ungu flyta úr økjum, sum Sandoynni og Suðuroynni, so mugu vit hyggja eftir hvussu arbeiðsmøguleikarnir eru í økjunum. Og her kemst ikki uttan um, at arbeiðsloysi í Sandoynni og í Suðuroynni, hevur verið ógvuliga høgt seinastu árini. Í november 1995 var arbeiðsloysi í Sandoynni 16%. Hetta svarar til, at 146 sandoyingar onki lønandi arbeiði høvdu at takast við. Fyri Suðuroynna er hetta tal eitt sindur ørvísi, tí Suðuroyggin í arbeiðshagtølunum verður uppgjørd í tveimum. Arbeiðsloysistølini eru høg, men vísa ein týðiligan mun á sunnaru og norðaru helvt Í sunnaru helvt av Suðuroy gingu 18% uttan arbeiðið, meðan 9% onki arbeiðið høvdu í Suðuroyar norðaru helvt. Og hetta er áhugavert, tí miðaltalið fyri alt landið var 10 % í november 95. Arbeiðsloysið er fallandi og tølini síggja munandi betri út í dag, enn tey gjørdu fyri tveimum árum síðani, serliga fyri sandoyingar. Fyri Suðuroyar sunnaru helvt, sær tað enn rættuliga svart út. Tí meðan arbeiðsloysið fyri alt landið er fallið úr 10% í november 1995 til 5% í november 1997, so er tað í Suðuroyar sunnaru helvt ikki fallið eins skjótt. Har hava tey eitt arbeiðsloysi, sum er tvífalt av miðaltalinum fyri alt landið, nevniliga 10%. Hinvegin er arbeiðsloysið í Sandoynni fallið ógvuliga skjótt síðani 1995. Í november 1997 høvdu 20 sandoyningar onki arbeiðið, og tað svarar til eitt arbeiðsloysið uppá 2%. Tá vit hugsað um, at talið í 1995 var 16%, so er hetta eitt ógvusligt fall, men tað eru sandoyingar óiva glaðir fyri. Tí, eitt øki uttan arbeiðsmøguleikar hevur ilt við at halda fast við tað unga ættarliðið. Og tað er ein ónd ringrás at koma inn í. Orsøkin til at burðaravlopið fellur er m. a., at tað unga fólkið flytir av smáplássunum, tí at arbeiðsloysi er ov stórt. Og ein av orsøkunum til at arbeiðsloysið fellur, er eisini at fólk flyta úr økinum. Aktiviteturin hjá Fiskavirking Hvør er so orsøkin til tað stóra arbeiðsloysið í hesum báðum økjunum? Í Sandoynni vóru tvey flakavirkir, sum bæði vórðu løgd lamin í sambandi við, at Fiskavirking varð sett á stovn. Hetta var størsta orsøkin til at arbeiðsloysi í Sandoynni fór heilt uppá 16%. Í september mánað í fjør fór Sandoy Seafood undir virksemi sítt, bæði í Skopun og á Sandi, og tað sæst týðiliga í arbeiðshagtølunum. Arbeiðsloysið fall við 3% í oktober og november mánað í 1997, úr 5% niður í 2%. So nú kann kanska hugsast, at fólkatalið í Sandoynni aftur fer at økjast spakuliga. Útlitini fyri tí eru í øllum førum vorðin frægari, um enn tey ikki eru vorðin heilt góð enn. Í Suðuroyar sunnaru helvt hevur gongdin harafturímóti ikki verði tann sama. Flakavirkið, sum átti lívið í mongum í mongum vágbingi áðrenn tað mátti lata aftur, er ikki latið uppaftur, og enn røkist onki fyri at tað letur upp aftur í bræði. Í norðaru helvt av Suðuroy er eisini arbeiðsloysi. Har ganga 5% av fólkinum uttan arbeiðið. Men tað samsvarar við miðaltalið fyri alt landið Niðurstøðan av hagtølunum má verða, at tað enn gongur tann skeiva vegin fyri tey smærru økini. Haðani flyta fólk, meðan tey savnast í miðstaðarøkinum. Men samstundis er tað væl skiljandi, um tað er einasti møguleiki fólk hava fyri at útvega sær arbeiði ella útbúgving. Tekstmaskinan Nýtt spæl til alla familjuna Við Teazle kemur familjuhugni. Tað er eitt stuttligt og hugtakandi spæl, har øll í familjuni kunnu luttaka Sviar duga hattar har við tí fólkakæra og hugnaliga. Astrid Lindgreen skrivar hópin av stuttligum og kenslubornum frásøgnum, Lasse Åberg tekur okkum við á veitsluferðir, og frá tí navnframa skemtaraparinum Hasse & Tage hava vit fingið filmar sum Súreplakríggið og Ævintýr Picassos. So tað má metast sum enn eitt álop móti fordómunum um hástórar sviar, at teir nú eisini innan telduundirhaldið kunnu levera undirhald til alla familjuna so væl, sum eingin annar. Fyrst var tað hitt trivial-pursuit líknandi ferðaforritið Backpacker, har ein skuldi ferðast jørðina runt við at svara spurningum, og nú kemur so spælið Teazle, sum gevur allari familjuni og vinunum møguleikan til manga stuttliga løtu saman frammanfyri telduni. Eitt slags bingo Upp til 8 persónar kunnu spæla saman, antin heima á einari teldu ella hvør sær um internetið. Spælið er eitt annaðleiðis slag av bingo. Á einum borði við 25 puntum liggja 25 tilvildarliga løgd spøl. Spælið hevur so til endamáls at fáa besta úrslitið í 5 spølum á rað. Tað er ikki lætt. Fyri tað fyrsta skal ein alla tíðina verja tað, ein hevur vunnið, og fyri tað næsta er talan um so ymisk spøl, at tað er trupult at kenna til tey øll. Har er hópurin av heilasnararum, ið seta logiska hugsunarháttinum royndir. Til dømis terningin hjá Rubik ella Thinker, har ein skal seta 16 smærri terningar í nummarrøð, men har tað trupla liggur í, at ein bert kann flyta eina heila røð í senn. Har eru fleiri spøl, ið líkjast talvi, loynigongdir og eitt spæl, har ein má skilja rúmdarligu støddirnar á einum terningi. Fyri øll Fleiri av spølunum kenna vit, men har eru eisini fleiri nýggj og heilt upprunalig spøl. Har er poker, mini-golf, tetris, puslispøl og ein røð av smáum actionspølum. So sjálvt um móður ella faðir beinanvegin vinna nøkur hugsunarspøl, so nyttar tað ikki nógv, um tey ikki eisini vina á restini av familjuni í Gocart, Night Racer ella Mad Cars. Bert rós Teazle hevur í alt 50 ymisk spøl. Hvørja ferð eitt nýtt umfar byrjar, setur forritið 25 tilvildarliga vald spøl á borðið. Byrjað verður við at velja lit, sum síðani legst sum bakgrund á teimum puntum, ein vinnur. Til ber alla tíðina at síggja hvussu nógv stig ein skal fáa, fyri at vinna ein punt, og tá fleiri av spølunum eru uppá tíð, ella at brúka so fá klikk sum gjørligt og tí ikki taka drúgva tíð, gerst tað skjótt spennandi. Tað er veruliga eitt annaðleiðis og spennandi telduspæl. Grafikkurin er góður í 3D, brúkaraflatan kann ikki vera nógv annaðleiðis, tað er nóg mikið við on-line hjálp at fáa, og teldan frysti ikki, tá vit royndu forritið, so alt í alt hava vit bert rós til Teazle. Fakta Teazle finst til bæði PC og Macintosh og krevur ávikavist Windows 95 og PowerPC ella skipan 7.1 Spælið fyllir 45 MB á harðdiskinum. Tekstmaskinan Barbie aftur og aftur Mattel kemur við enn tveimum >>hittum<< til gentukamari. Seinastu tvær CD'irnar við Barbie eru enn betri enn tær 5 undanfarnu Telduspøl til gentur nøkta framvegis ikki tørvin, men Mattel, fyritøkan aftanfyri tær langlimaðu barbiedukkurnar, ger sítt til at fáa gentuspølini á handilshillarnar. Fyrsta heitið frá fyritøkuni kom fyri einum hálvum ári síðani. Nú eru 5 donsk heiti á marknaðinum, og tey næstu trý eru longu á veg. Og tíbetur - tí uttan mun til, hvat ein annars heldur um hesar vælsignaðu barbiedukkurnar, so er her talan um spøl av høgari góðsku. Hetta er serliga galdandi fyri tey bæði nýggjastu í røíni, Barbie Skattajagstran í sjónum og Barbie Vakurleikastova. Ævintýr í sjónum Skattajagstran í sjónum er fyrsta ævintýrspælið, beinleiðis ætlað gentum. Barbie er havfrøðingur og skal finna ein skatt á havsins botni, áðrenn hin óndi Barnacle, kapteynur, finnur hann. Sum í einumhvørjum øðrum ævintýrspæli er her hópurin av uppgávum og spæli, ið skal gjøgnumførast, áðrenn ein kemur á mál. Í mun til onnur spøl av sama slagi nýtist gentunum ikki at loysa allar uppgávurnar fyri at koma víðari, og tær kunnu alla tíðina fáa hjálp. Barbie fylgist við nýsuni Sandy, sum hjálpir eitt sindur til, um ein ikki veit, hvat ein skal gera tey ymisku støðini. Fyri at finna skattin skulu tó allar uppgávurnar loysast, men tað er heldur ikki ógjørligt. Hetta er eitt lítið spæl, kanska í so lítið. Tað kundi verið fleiri uppgávur, men spælið er heilt givið gott til tann aldursbólk, ið tað er ætlað, nevniliga gentum millum 5 og 9 ár. Hvør er vakrast... Somuleiðis er við Barbie Vakurleikastova. Spælið fer fram frammanfyri einum spegili. Her kunnu genturnar gera Barbie ella tríggjar av vinkonum hennara til reiðar at fara út, í brúdleyp, til føstulávint ella til arbeiðis. Tær kunnu klippa, krúlla, seta upp, lita og sanniliga eisini fáa hárið at vaksa. Har er ein rúgva av smyrslismøguleikum, ið kann gera allar gentur øvundsjúkar. Har er alt til eygnaskuggar, putur, varrastift os.fr. Tá dukkan er klár, kunnu genturnar ramma úrslitið inn og síggja dukkuna ganga modell við nýggju útsjóndini. Tað er einfalt, men liggur væl til. Alt í lagi Barbie spølini eru løtt at fáast við. Brúkaraflatan er fyrimyndarlig, alt einum nýtist, er beint við ella bert eitt klikk frá, og nógv hjálp fæst meðan ein spælir. So er ein ikki ovurviðkvæmur fyri sterkum litum ella vælsnaraðum modellum, so er ein Barbie CD eitt gott gávuhugskot til næsta gentuføðingardag. Viðmerking til blaðgreinina >>Eitt sindur um bíbliutýðingar<< Nakað herfyri svaraði eg í sendingini >>Víða um<< millum annað einum spurningi um, hvussu tað bar til, at Bíblian varð týdd umaftur, tá ið Victor Danielsen longu hevði týtt hana frammanundan. Har gjørdi eg vart við, at Jákup Dahl var farin undir at týða Bíbliuna, langt áðrenn Victor Danielsen fór undir sína týðing. Eg nevndi eisini, at Victor Danielsen í fororðinum til sína týðing av Nýggja Testamenti gjørdi vart við, at hann hevði nýtt týðingina hjá Jákupi Dahl til at finna orð og orðafelli við. Og tí var tað ikki rætt, at Bíblian varð týdd umaftur. Men Jákup Dahl náddi ikki at gera arbeiðið liðugt; hann røkk at týða Nýggja Testamenti og nakað av Gamla Testamenti, áðrenn hann doyði í 1944, bara 66 ára gamal. Týðingina fullførdi Kristian Osvald Viderø, og hann fullførdi sostatt tað verk, sum Jákup Dahl var farin undir, men ikki sjálvur náddi at fullenda. Á henda hátt setti Kristian Osvald Viderø saman við øðrum Jákupi Dahl tann minnisvarða, sum hann so ruddiliga hevði uppiborið fyri sítt slóðbrótandi týðingararbeiði. Hesin minnisvarði varð reistur við fyrstu útgávuni av >>kirkjubíbliuni<< í 1961. Hetta er ein veruleiki, sum ikki reingist. Eg gjøtlaði eisini eitt sindur um, hví Victor Danielsen fór undir at týða Bíbliuna, tá ið nú Jákup Dahl longu var komin langt ávegis við síni týðing, og eg nevndi nakrar møguligar orsøkir. Hetta er fallið Jógvani á Lakjuni fyri bróstið, og ger hann í sera drúgvari blaðgrein í Sosialinum leygardagin 7. februar 1998 viðmerkingar til tað, sum eg segði. Hesar viðmerkingar eru av slíkum slagi, at eg kanska ikki skuldi lagt í at svara. Men tey flestu hava ivaleyst langt síðan gloymt, hvat eg segði, og tí kenni eg meg noyddan at leggja hetta afturat. Sum eg skilji greinina hjá Jógvani á Lakjuni, var einasta grundin, at Victor Danielsen fór undir at týða Bíbliuna til føroyskt, at menn í brøðrasamkomunum vildu fáa Bíbliuna út á føroyskum máli. Eg skilji eisini, at teir annars vóru nøgdir við týðingina hjá Jákupi Dahl av Nýggja Testamenti og nýttu hana í tann mun, tað var gjørligt; hon var tá ikki komin út í einari bók. Men er hetta beint, so kann tað bara harma meg, at teir ikki buðu sær til at geva hesa týðing út (ella at umbønin var sýtt eimum, um hon var tað). Tí so høvdu vit í dag bara havt ta einu bíbliutýðingina, sum allar kirkjur og kristnar samkomur í Føroyum kundu brúkt. Millum møguligar orsøkir til, at Victor Danielsen fór undir at týða Bíbliuna, nevndi eg týðingina av Matteus 28, 19-20, tí har er stórur munur á týðingini hjá Victori Danielsen og tí hjá Jákupi Dahl, ein munur, sum av sonnum eisini hevur gudfrøðiligan týdning. Ivaleyst kundi eg havt vandað mær meira um orðini - eg hevði tað ikki uppskrivað, sum eg segði. Men at tað skal geva Jógvani á Lakjuni rætt til at lýsa meg sum ein, ið ikki hevur so frægan kunnleika til norðurlendskt mál, sum annars næstan hvørt mansbarn í Føroyum hevur, tá tað fer úr skúlanum, tað haldi eg vera lítið sømiligt. Eg veit fullvæl, at persónsfornavnið í 3. persóni í fleirtali á norðurlendskum málum eitur tað sama í kallkyni, kvennkyni og hvørkikyni. Tað ger tað á týskum og enskum við, men ikki á grikskum og latíni. Sum persónsfornavn í 3. persóni í eintali og fleirtali nýtir grikst uttan í hvørfalli fornavnið (autos), og latín nýtir á sama hátt ávísingarfornavnið (is), sum bæði hava ymiskar formar í kallkyni, kvennkyni og hvørkikyni, um enn summir eru teir somu. Hetta haldi eg, at Jógvan á Lakjuni kundi havt góðskrivað mær, hvussu orðini annars fullu. Men tað, sum eg meinti, var sjálvandi, at tað eg kenni til, fata bæði danir og norðmenn og sviar (týskara og onglendingar við) natúrliga hetta fornavn sum vísandi til fólkasløg, og ikki til lærusveinar. Og av teimum kommentarum til henda tekst, sum eg havi lisið, hevur eingin gjørt vart við, at so var ikki. Fyribrigdið >>constructio ad sensum<< (setningsgerð eftir meiningini) er vanligt í sera nógvum málum, eisini í grikskum og føroyskum. Í formála sínum til yrkingaavnið >>LEIKUR OG LOYND<< sigur Christian Matras: >>Um onkur biður um loyvi at prent auppaftur yrkingar mínar ella týðingar, leggi eg tað á, at tað verður í tí sniði, sum tað hevur í hesi bókini<<. Sætta vers í týðing hansara av sálminum >>Op, al den ting, som Gud har gjort<< ljóðar so: Hvat gat eg sagt, tá eygað sær; hvør stjørnuherar leiftra, hvør allar brosa blítt at mær og sál at himni veittra? Orðið allar í triðju reglu vísir til orðið stjørnuherar, og er her ikki grammatiskt samljóð, tí orðið stjørnuherar er kallkyn í fleirtali, men orðið allar er kvennkyn í fleirtali. Her nýtir tí skaldið og professarin constructio ad sensum. Stjørnuherurin er fjøld av stjørnum, og tí nýtir hann orðið allar vísandi til stjørnurnar, sum goymdar eru í orðinum stjørnuherur, og ikki allir, sum grammatiskt hevði verið beinariýggju føroysku sálmabókini (har er tað vers 7) síggi eg, at orðið allar er broy+til allir. Eg rokni tó við, at skaldið hevur givið loyvi til hesa broyting, sum annars er í stríð við tað, hann sigur í nevnda formála - hann í hesum síðsta setninginum er eisini constructio ad sensum. Orðið skald er hvørkikyn, men skaldið er maðurin Christian Matras, og tí nýti eg orðið hann og ikki tað. Victor Danielsen týðir so: Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar mínar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Jákup Dahl týðir so: Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hin heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Í grikska tekstinum stendur fólkasløgini (ta ethne), hvønnfall í hvørkikyni í fleirtali. Í næsta setningi stendur á grikskum teir (autous) hvønnfall í kallkyni í fleirtali. Spurningurin er tí, hvat hetta orð vísir til. Eftir míni hugsan kann neyvan ivi vera um, at her er talan um constructio ad sensum, so orðið teir vísir til tey menniskju, sum eru goymd í orðinum fólkasløg, á sama hátt sum stjørnur vóru goymdar í stjørnuheri í týðingini hjá Christiani Matras. Hetta hevur góðar grundir, tí í grikska tekstinum stendur einki annað navnorð, sum fornavnið teir kann vísa til. Fólkasløgini eru menniskju, og orðið teir vísir tí til menniskju, sum nettupp er kallkynsorð á grikskum. Og tí endurgevur Jákup Dahl í týðing síni teir við tey, tí menniskja er hvørkikynsorð á føroyskum. Men tað hvørki var ella er mín uppgáva at avgera, hvør ið hevur rætt. Tá ið eg nevndi Matteus 28, 19-20, so var tað fyri at vísa á, at týðingarnar hjá Jákupi Dahl og Victori Danielsen av hesum versum vóru so ymiskar, og at fatanin av innihaldinum als ikki var hin sama, og at tað tí kundi vera ein av orsøkunum til, at Victor Danielsen og brøðrasamkomrnar neyvan høvdu kunna lagt navn til eina týðing sum ta hjá Jákupi Dahl. Og eg man neyvan standa einsamallur við hesi meining. Tí kenni eg meg framvegis ikki sannførdan um, at einasta grundin til, at Victor Danielsen fór undir at týða Bíbliuna til føroyskt var, at Danska Bíbliufelagið og onnur royndu at leggja fót fyri, at týðing hjá Jákupi Dahl av Nýggja Testamenti kom út. Hans Jacob Joensen Jan Müller Nevndir og nevndarávirkan SOFUS Olsen, fyrrverandi grannskoðari í gamla Føroya Banka, hevur atfinningarsama og bersøgna grein um skilið í gamla Føroya Banka upp gjøgnum 80'ini. HAR er nógv áhugavert og serliga er hansara lýsing av nevnd og nevndararbeiði hugsunarverd. Nevndin verður lýst sum eitt >>gummistempul<< fyri tær gerðir, ið leiðslan framdi. Um aðrar meiningar vóru, so var durafjórðingurin vísur. Nevndin bleiv sitandi, tí beinið var ov feitt at fara frá. Hugsunarvert og hugvekjandi. HVUSSU er so nevndarstandurin í landinum? Her eru bæði nevndir fyri ditt og datt. er nakað skil í? Nevndir eru býttar upp í tveir høvuðsbólkar. Summar nevndir eru ráðgevandi og aðrar eru avgerandi. RÁÐGEVANDI nevndir verða nógv nýttar av politisku myndugleikunum. Eisini hjá okkum. Sum náttúrligt er skulu ráðgevandi nevndir vera uttanfyri ávirkan av myndugleikunum, ið ráðgivið verður til. Hetta sær ikki út til at glada Tinganesumsitingina. Har verða >>for glatt vekk<< settar nevndir at ráðgeva Tinganesumsitingini við manning úr somu umsiting. Feskastu dømi eru, at vinnumálastjórin er nú formaður í oljuráðleggingarnevndini, ið skal ráðgeva Vinnumálastýrinum. Tá løgmaður ikki fær eina tilráðing um alment oljufelag sum honum líkar, so mannar hann eina innanhýsis nevnd at loysa spurningin. Kvalifikatiónirnar hjá hes inevnd í oljuhøpi strekkja væl til eitt >>gummistempul<< á tað, sum løgmaður ætlar. INNANHÝSISNEVNDIRNAR, ið settar verða at ráðgeva um starvssetanir, tykjast í summum førum at bera bráð av >>gubbasa-dørinum<<. Løgtingið átti at hugt eitt sindur eftir tí, ið hendir. Serliga at hvussu óheftar hesar nevndirnar eru. SPURNINGURIN er eisini, um løgtingsins formansskapur ikki átti at sett umsitingarleiðararnar á einum ávísum støði. Viðvíkjandi nevndarvali til ráð- og fyritøkunevndir, har løgtingið fyrr valdi, er nú tann broyting, at landsstýrisfólkini velja. Ikki sørt spennandi at vita, hvørja linju nýggja umsitingin fór at leggja. FYRSTA stóra nevndarvalið var nú um dagarnar. Nevnd skuldi veljast í Lívstryggingina. Her skuldi verið upplagt at tosað við tey fakfeløg, ið hava limirnar, sum eiga stóran part av puljuni í felagnum. Ikki eitt orð. Hendan nevndin, sum hevur ábyrgd av hundraðtals milliónum hjá vanligum fólki, bleiv mett sum vanligt >>beinatrog<< hjá fulltrúum ymsa staðni í umsitingini og vald samsvarandi. Her eigur løgtingið at tala at. EFTIR eru so eftirlitsnevndin og partafelagsnevndin. Her skal helst lógarsmíð til, og skal okkara sjónarmið koma fram seinni. JÚ, JÚ, gott at Sofus nevndi nevndir, sum lið í okkara demokratisku skipan. Her sær ikki ov gott út hjá okkum sjálvum. Teldunýtt Skjótasta modemið ADSL er tøknin, ið gevur okkum snarferðs atgongd til Internetið. ADSL virkar á einum vanligum telefonkaðali og gevur eina ferð, ið lættliga kann vera 30 til 50 ferðir so skjót sum núverandi modem. ADSL hevur kortini nøkur veik punkt: tað er framvegis dýrt og trupult at installerað, og tað finnast fleiri ymisk stig. Nú er ein bólkur, ið m.a. telur Microsoft og Intel, byrjaður at menna eitt felags stig. Tað skal eisini gerast so lætt at installera, at øll kunnu installera tað eins lætt og eitt vanligt modem. Tað fer væntandi at taka eini tvey ár, áðrenn arbeiðið er liðugt og ADSL fæst til keyps. Eitt 56K stig? Stríðið millum tey bæði ymisku 56 kbps stigini sær eisini út til at fáa ein enda. Fyritøkurnar aftan fyri tey bæði ymisku stigini eru vorðin samd um, at royna at gera tey sameinilig. So verður líkamikið, hvat 56 K modem, nýtararnir keypa. Apple stóra fram- gongd í Europa Eftir eitt langt tíðarskeið við fallandi umsetningi og sølu, kann Apple nú aftur fegnast um stóra framgongd í Europa. Seinasta ársfjórðing í fjør øktist umsetningurin heili 47%. Høvuðsorsøkin til framgongdina er nýggjasta teldurøðin hjá Apple, G3. Hetta eru sera sterkar teldur, og verða seldar fyri ein rímiligan kostnað. Nýggj Mac Skipan Apple hevur leysgivið eina uppgradering av nýggju skipan teirra, System 8 OperatingSystem. Nýggja skipanin eitur 8.1, og ein av týdningarmestu lutunum er, at tað undirstuðlar DVD. Hetta er fyrsta størra OS við innbygdum DVD-undirstuðli. Uppgraderingin kann download'ast ókeypis frá Apple. Jógvan Hugo Gardar Rustholkar fækka Heimsins tangaskipafloti eldist, men góðskan á gomlum skipum er betri. Reiðaríini eru meir áhugaði í at umvæla skipini. Álvarsligar vanlukkur við gomlum skipum hava fingið reiðaríini til at vera meir varin Heimsins tangaskip eru í meðal eini 15-16 ára gomul vísa nýggj tøl sum Norsk Verista hevur almannakunngjørt. 44 prosent av supertankarunum (tangaskip yvir 200.000 tons deyðvekt) eru eldri enn 20 ár, meðan 40 prosent av av teimum eitt sindur minni tangaskipunum millum 120.000 og 165.000 tons deyðvekt eru meir enn 20 ár. Bert 22,5 prosent av teimum vanligu tangabátunum (millum 80.000 og 105.000 eru omanfyri 20 ár. Sjálvt um tangaskipini eldast, so kunnu vit gleðast yvir at skipini sum sigla yvirhøvur eru í betri standi enn fyri bert fáum árum síðani. Orðaskifti um strangari trygdarkrøv, umframt at ein hevur vent eygunum móti rustholkum sum eru soknir, hava gjørt sítt til at fáa eina betri góðsku. Tey gomlu eru horvin - Tey vánaligu skipini eru yvirhøvur horvin. Tað eru tey bestu reiðaríini sum sita eftir við teimum gomlu skipunum, og hesi duga at reka skipini, sigur varastjóri Wilhelm Magelssen ií Norsk Veritas, tá tey kunngjørdu tølini mánadagin. Ein av høvuðsorsøkunum til at tað framvegis finnast gomul skip í vinnuni, er at óvanliga fá skip vóru send til upphøggingar í 1996 og í 1997. Orsøkin til tað er at reiðaríini fingu so mikið góðan prís fyri fraktina. Fyri eitt eitt gamalt skip sum er útgoldið er upphøgging ein vánalig loysn, um fraktprísirnir eru høgir. - Marknaðurin avgerð hvussu nógv skip sum vera send til upphøggingar. Um ein supertankari ikki fær eini 13 000 til 15 000 dollarar um dagin í longri tíð, so loysir tað seg ikki og upphøgging nærkast fyri skip sum hava ópassandi stødd, meinar Magelssen. Umfatandi umvælingar Tá skipini eru 25 ára gomul noyðast tey inn til eitt dýrt og umfatandi umvælingarumfar og skipini skulu klassast fyri at sleppa at sigla víðari. Fyri eitt reiðarí vil spurningurin altíð vera um tað loysir seg at brúka milliónir av krónum fyri at sleppa ígjøgnum 25 ára nálareyga. Er marknaðurin ikki til reiðar at rinda ein hampuligan fraktprís vil eitt umvælingarumfar og nýggj klassing ikki loysa seg. Óansæð noyðast skipini til upphøggingar tá tey fara um 30 ára aldur, tí feløgini sum senda frakt ikki vilja hava so gomul skip til at flyta sínar vørur. Bahá'í trúgvin og siðmenning heimsins Framløga við heitinum >>Siðmenning<< verður hóskvøldið kl. 20.00 á Toftum. Mannaættin hevur livað og yvirlivað á hesi gongustjørnuni í óminniligar tíðir. Nógvar siðmenningar (sivilisasjónir) eru kyknaðar upp og eru aftur falnar um allan heim. Bahá'u'lláh, ið stovnaði Bahá'í trúnna, lærir okkum, hvussu pínslarváttardeyði Jesusar hevði við sær føðingina av kristnu siðmenningini: >>Tú skalt vita, at tá Menniskjusonurin gav upp anda sín til Guð, græt øll skapanin inniliga. Men við at offra seg sjálvan, varð ein nýggj megi veitt øllum skaptum lutum. Tekin hennara, soleiðis, sum hon er váttað í øllum fólkasløgum jarðarinnar, standa nú sjónlig fyri tær. Hin djúpasti vísdómur, ið tey vitugu hava givið frá sær, hin mest djúphugsaði lærdómur, ið nakar hugi er komin við, listin, ið tær kringastu hendur hava virkað, ávirkanin, ið er framd av teimum máttmiklastu stjórnarum, alt hetta er einki uttan hin lívgevandi megin, ið á henda hátt kemur til sjóndar, megin ið er leysgivin vegna Hansara gøvgaða, Hansara ljómandi anda, sum gjøgnumseyrar alt<< *). Tað er Roya Taheri, ið er iránskur bahá'íi, búsitandi í Skotlandi, sum fer at hava hesa framløgu hóskvøldið. Roya Taheri er arkitektur og verkfrøðingur og hevur búð og arbeitt millum fólk úr trimum ymiskum mentanum; persiskari, japanskari og bretskari. Hon hevur livað í hesum trimum londunum, Iran, Japan og Stórabretlandi, í longri tíðarskeið. Í framløguni fer hon at greiða frá siðmenningum í fleiri pørtum av heiminum, men fer at leggja størsta dentin á Buddismu og Islam og hon leggur fram eina mynd av verandi støðu okkara. Hvagar ætla vit okkum nú? Framløgan, sum verður við ljósmyndum, verður heima hjá Sue og Roy Philbrow, >>Ridván<<, undir Nesinum. Øll eru hjartaliga væl komin. Hetta er eitt brot úr eini hálovan hjá Bahá'u'lláh av Kristusi. Fullfíggjaða tekstin finnur tú á føroysku Bahá'í heimasíðunum: http://www.bci.org/bahai.fo Hósdagur 12. februar 1998 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Føroyskt oljufelag stovnað Í gjár varð føroyskt oljufelag stovnað. Og ætlanin er at luttaka í oljuvinnuni á vinnuligum grundarlag Hesi fólkini stovnaðu í gjár eitt føroyskt oljufelag Í gjár varð eitt føroyskt oljufelag stovnað. Teir sum tóku stig eru føroyskar fyritøkur og einstaklingar. Ætlanin við felagnum er, at verða beinleiðis uppi í oljuvinnuni og ikki at verða tænastufelag. Í nevndini sita Kjartan Hoydal, nevndarformaður, Peter Even Djurhuus, fyrilsstjóri, Mortan Johannesen, Óli Hammer og Poul Mohr. Partapeningurin er 25,5 mió. krónur. Stigtakararnir síggja hetta sum einasta møguleika at føroyskt vinnulív og privatir fáa luttøku í eini møguligari oljuvinnu. Eisini verður tað mett at verða rætt, at felagið er stovnað undan fyrsta útbjóðingarumfarinum. Felagið er stovnað á vinnuligum grundarlagið og miðjar ímóti at luttaka við einum avmarkaðum váða. Við støði í tí føroyks økinum verður viðja ímóti at luttaka í oljuvinnuni uttanfyri tað føroyska øki. Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Allar vørur og veitingar skulu á land í Føroyum Føroyskt vinnulív fær eitt av sínum fremstu ynskjum uppfylt, nú vinnunevndin hjá løgtinginum er liðug at viðgerða oljulógina - Lat meg siga tað soleiðis: Í summum førum hava vit gjørt stórar broytingar. Hetta er tað einasta formaðurin í vinnunevnd løgtingsins vil avdúka, nú vinnunevndin er við at leggja síðstu hon á viðger-ina av oljulógini. Jørgen Niclasen, formað-ur í vinnunevnini, sigur, at, at gongur sum ætlað, fer vinnunevndin at leggja á-litið fram. Og hann leggur afturat, at hendur onki óvæntað, er tað eisini ein samd vinnunevnd, sum leggur málið fyri tingi- aftur . Jørgen Niclasen sigur, at vinnunevndin fer at mæla løgtinginum til at gera ávísar broytingar. Men, hvørjar broytingarnar verða, vil hann ikki út við. Tað er óheppið fyri arbeiðsfriðin, sigur hann Tí vil hann siga so mikið, sum tað, at í vissum førum er talan um munandi broytingar. M.a. avspegla broyting-arnar tað, sum varð ført fram táið málið var til 1. viðgerðar í tinginum. Tó sigur formaðurin í Vinnunevndini, at uppskotið yil oljulógina, og tað tilfar, hon byggir á, er eitt valaverk. - Tað er so væl greitt frá, at vit føla okkum fult førar fyri at gera eina oljulóg, akkurát, sum vit vilja hava hana, hóast talan er um eitt spildurnýtt lógarøki. - Men tað merkir ikki, at vit ikki kunnu vera ósamd við sumt, sum stendur í lógini, sigur formaðurin í Vinnunevndini Tann spurningurin, sum hevur verið mest umrøddur, er, í hvønn mun føroyskt vinnulív skal hava lut í oljuvinnuni. M.a. hevur vinnulívið ført fram, at tað eigur at standa beinleiðis í lógini, at alla vørur og veitingar til oljuvinnuna skulu um føroyskan kaikant, ella um føroyskan flogvøll. Eftir, hvat skilst, halda oljufeløgini ikki, at hetta er eitt órímiligt krav. Men tað helt landsstýrið ikki var neyðugt. Tí setti landsstýrið ikki tað í uppskotið, sum varð lagt fyri tingið. Hinvegin vildi landsstýrið hava tað so, at landsstýrismaðurin í oljumálum í hvørjum einstøkum føri skuldi skuldi seta oljufeløgunum treytir í loyvunum, tey fingu. Hetta hevur føroyska vinnan hildið verða ov veikt og tey hava hildið tað vera alneyðugt, at tað kom at standa í sjálvari lógini, tí so var einki at raffla um. Fremsta ynski uppfylt Og tað er nú greitt, at vinnan fær sítt fremsta ynski uppfylt. Frá keldum í umsitingini hava vit fingið váttað, at ein broyting ein samd vinnunevnd mælir løgtinginum til at gera í oljulógini, áðrenn hon verður samtykt, er nettupp at tað skal standa í sjálvari lógini, at allar vørur og tænastur skulu um føroyskan kaikant, ella um føroyskan flogvøll. Tó kann landsstýrið gera frávik, men tað skal bara vera í undantaksføri. Tað, vinnunevndin hugsar um, er at landsstýrið kann t.d. gera frávik, tá ið veðurlíkindini forða flogførum at seta seg í Føroyum, ella skipum at sigla í føroyskan havn. Tað kann eisini gerast frávik í førum har ið talan er um so stórar eindir, at tað er heilt órímiligt, at tær skulu á land í Føroyum fyrst. Vinnunevndin heldur, at hetta styrkir samráðingarstøðu landsstýrisins munandi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú nærkast ein avgerð um flakavirkið í Miðvági Nú nærkast dagurin í stórum tá ið tað verður avgjørt antin miðvingar keypa flakavirkið í bygdini aftur, ella ikki Miðvingar hava ikki enn slept vónini um at varðveita flakavirkið í bygdini. Tvørturímóti tykist tað, sum at ein loysn er beint fyri stavn. Tá ið Fiskavirking í heyst gjørdi av, at virkið í Miðvági skuldi lata aftur, var eitt ramaskríggj í Vágum, tí virkið hevur so ómetaligan týdning fyri tað lítla útjaðarasamfelagið har vesturi. Í fyrstu syftu drógu miðvingar tað longra stráið. Tí Fiskavirking boygdi seg og lat vera við at lata virkið aftur. Men miðvingar vistu, at enn var talan bara um ein hálvan sigur. Tí Fiskavirking vildi bara binda seg til at hava virkið opið fyribils ímeðan samráðst var við miðvingar um at keypa virkið. Tá lá tað í kortinum, at Fiskavirking var sinnað at hava virkið opið til einaferð í vár, og tá skuldi ein loysn verða funnin, annars læt ta- aftur Miðvingar valdu tá bygdaráðsformannin, Jóhannes Klein at standa fyri samráðingunum við Fiskavirking um Flakavirkið og at verða talsmann teirra í málinum sum heild Stígur kom í Jóannes Klein sigur, at gongd hevur verið í málinum, og at ein loysn nú er í ljósmála. Hann sigur, at fundur hevur skula verið við Framtaksgrunnin leingi, men tað ikki borið til av tí, at tað varð so óheppið at formaðurin í Framtaksgrunninum hevur ligið sjúkur. Hann er tó komin á rættkjøl aftur og væntandi verð-ur fundurin millum miðvingar og Framtaksgrunnin ein av fyrstu døgunum. Johannnes Klein væntar ikki, at komið verður á mál á tí fundinum, - Men eg vænti, at vit koma heilt langt, leggur hann afturat Hann veit ikki, hvønn týdning tað kann hava havt fyri málið, at Fiskavirking skifti stjóra mitt í øllum. - Tað gjørdi í hvussu so er tað, at stígur kom í málið, tí tað hendi onki meðan stjóraskiftið var og til nýggjur stjóri var komin. - Hinvegin vænti eg ikki, at miðvingar eru verri farnir, nú nýggjur maður er á brúnni í Fiskavirking. - Stjórin, sum var, hevði bara eina ætlan. Og tað var at lata virkið aftur. Nakra skilagóða frágreiðing sum kundi fáa okkum at góðtaka eina slíuka avgerð, fingu vit ongantíð. - Tí virkið gevur yvirskot. - Og hóast long tíð nú er farin, síðani orrustuna um flakavirkið í heyst, havi eg enn ikki skilt, hvussu tað kann verða skilagóður vinnulívspoltikkur at lata eitt virki aftur, sum gevur yvirskot, og sostatt gevur eitt ískoyti til slunkna kassan hjá stórfyritøkuni, sigur Johannes Klein. Keypa ella... Hann sigur, at spurningurin er nú, hvussu verður vorði við virkinum í Miðvági. Mítt sjónarmið hevur altíð verið, at Fiskavirking skuldi verðið álagt at havt virkið opið av tí, at tað gevur yvirskot. Men eydnast tað ikki, mugu vit finna útvegir fyri at keypa virkið. Hann sigur, at hann hevur tosað leyðsliga við peningastovnarnar um fígging og teir eru allir positivir. Tó er ongin endalig tilsøgn fingin enn. - Vit kunnu ikki fara í fíggingastovnarnar fyrrenn vit hava eina liðuga ætlan at leggja fyri teir. Og tað kunnu vit í hvussu so er ikki hava, fyrrenn vit eru samd við Fiskavirking um ein prís. Og eftir, hvat skilst á talsmanninum hjá miðvingum, er nokk so langt ímillum partarnar á hasum økinum. Jóannes Klein sigur, at talan er um ein samráðingarspurning og hann vil tí ikki leggja tøl á alment á borðið enn. - Men tað er heilt fitt ímillum tað, virkið kann bera, og tað, Fiskavirking vil hava fyri tað. - Skulu vit gjalda prísin, teir hava lagt á, er ongin vón um at fáa tað at ganga Jóhannes Klein sigur, at umframt keypsprísin, skulu miðvingar vera til reiðar at offra einar tríggjar milliónir uppá virkið. - Sjálvi ES krøvini eru mett at kosta 1,5 millión. - Hinvegin eru maskinurnar so gamlar, at hóast tær ganga væl enn, verður neyðugt at skifta út heilt skjótt, og tað er mett at kosta einar 2,5 milliónir afturat. - Men so hava vit eisini eitt sera nýmótans virki, leggur hann afturat. Frá øðrum, álítandi keldum í Miðvági hava vit frætt, at Fiskavirking hevur kravt seks milliónir fyri virkið. Heri á Rógvi Nógv skip undir Føroyum Heilt fitt av skipum hava verið í føroyskum sjógvi í januar og februar Talið av útlendskum skipum hevur í tíðarskeiðnum 4. desember til 21. januar, verið millum 8 og 17 um dagin. Mikudagin 21. januar vórðu 11 skip í føroyskum sjógvi, eitt úr Estlandi, trý úr Norra og Onglandi og fýra úr Russlandi. Í 1997 fekk Færøernes kommando fráboðan um 804 útlendsk skip, ið vóru í føroyskum sjógvi. Kanningarflogfarið hevur ikki staðfest ólógligan fiskiskap ella oljukanningar, meðan tað hevur gjørt sínar kanningar. Bjargingar Boð vóru eftir sjóverjuni 20. desember, tí ein maður var horvin, meðan menn høvdu verið og skotið haru. Tjaldrið og Nim sigldu beinanvegin eftir fráboðina móti Gøtuvík og vóru har tríggjar tímar seinni. Stutt eftir midnátt komu boð frá politistøðini í Runavík um, at maðurin var vilstur í mjørkanum, men var síðani funnin í øllum góðum. Mánakvøldið 5. januar fekk Færøernes kommando eina fráboðan um, at ein maður umborð á enska trolaranum Sumbeam hevði mist fýra fingrar í eini arbeiðsvanlukku. Orsakað av tí ringa veðrinum varð ikki møguligt at senda tyrluna avstað. Triton varð tí sent avstað, og hálvan triðja tíma seinni var tað á staðnum. Eftir at sjúklingurin varð fingin umborð, varð stevnt móti Havnini, har sjúklingurin varð innlagdur á sjúkrahús. Barnaheimið Færøernes kommando hevur í eina tíð havt ein grunn, ið hevur til endamáls at hjálpa barnaheiminum. Tann 13. desember í fjør vóru umboð frá Færøernes kommando á Barnaheiminum og góvu teimum smáu jólagávur. Hetta gekk alt sera væl, og Barnaheimið bjóðaði kaffi og køkur, og børnini vóru, sum børn flest, sera glað fyri gávurnar. Thetis Í løtuni er tað verjuskipið Thetis, ið røkir uppgávuna at hava eftirlit við tí føroyska sjónum. Eftir ætlan skal verjuskipið Vædderen, avloysa Thetis seinni í hesum mánaðinum. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Ozon og Internetið í Norðurlandahúsinumm Umframt at vera karmur um mentanartiltøk av ymsum slag, er Norðurlandahúsið eisini staðið, har arbeitt verður við nútíðar kunningartøkni, til frama fyri ungdómin. Nýggjur projektleiðari er settur at taka sær av hesum arbeiði á mentanarstovninum Seinastu tvey árini hevur Norðurlandahúsið arbeitt við einum projekti at gera norðurlendskt ungdómsblaðið "Ozon^3, sum næmingar í miðnámsskúlunum hava gjørt í felag við ungdóm í Íslandi, Grønlandi og í Føroyum. Rani Nolsøe higartil hevur staðið fyri hesum arbeiði. Av tí at hann er farin í annað starv í Klaksvík, er nýggjur projektleiðari settur. Hevur arbeitt á stovninum áður Tað er Laufey Haraldson, ið tekur við sum nýggjur projektleiðari. Hon er útbúgvin á Turistakademiiet í Randers, har hon tók prógv í 1994. Hon saknaði í hesi útbúgvingini, at ikki meir var gjørt á telduøkinum, og fór tí á Winard skúlan í Århus at ogna sær vitan um kunningartøkni. Laufey Haraldson er kend við arbeiðið í Norðurlandahúsinum, har hon var í praktik eitt skifti, tá hon gekk á Turistakademiinum. Tað verður uppgávan hjá nýggja projektleiðaranum at arbeiða víðari við projektinum á mediaverkstaðnum í Norðurlandahúsinum. Higartil eru bert trý ár avsett til hetta arbeiðið, men Peter Turtschaninoff, stjóri í Norðurlandahúsinum, vónar, at hetta arbeiðið kann halda fram. Tað eru stjórarnir í Norðurlandahúsunum í Grønlandi, Íslandi og í Føroyum, sum hava tikið stig til projektið at fáa ungdómar miðnámsskúlunum í hesum londum at samlast um eina felags uppgávu. Vilja geva ungdóminum felags mál Hetta er liður í arbeiðinum at geva ungdóminum í Norðuratlantshavi eitt felags mál. Ein partur er tann málssligi. Vit skriva á donskum máli, av tí at vit noyðast at hava eitt mál úteftir. Tey ungu mugu eisini læra at samstarva við umheimin, sigur Peter Turtschaninoff. Í næstum fara stjórarnir í hesum londum á fund í Gøteborg, har teir fara at gera eina roynd at ávirka Norðurlendska ráðharrráðið, sum saman við mentanarstovnunum fíggja projektið, um at leingja tað eitt trý ára skeið aftrat. Laufey Haraldson heldur, at projektið er spennandi. Ungdómsblaðið "Ozon^3 kemur út tvær ferðir árliga í 20.000 eintøkum, og verður sent út í norðurlendsku londunum, og eisini til teir politikarar, sum eru við í norðurlendska samstarvinum annars. Eisini møguleikar fyri loftmiðlunum Tað kann eisini byggjast víðari á hetta ungdómsprojekt, av tí at útvarp og sjónvarp um stutta tíð verður gjørt digitalt. Tá ber eisini til at draga loftmiðlarnir inn í projektið, og tað halda bæði stjórin og projektleiðarin verða eitt gott hugskot. Leo Poulsen Skulu nú kanna møguleikarnar fyri grønari ferðavinnu Í sambandi við at Ferðaráð Føroya leggur nú doyin á at kanna møguleikarnar fyri at menna grøna ferðavinnu í Føroyum. Í hesum sambandi helt Inga Gunnarsdóttir úr Íslandi áhugaverdan fyrilestur um hetta evnið fríggjadagin. Inga sjálv bjóðar fram grøna ferðavinnu í Íslandi til amerikumenn Føroysku umboðini rendu seg í Ingu Gunnarsdóttir á Vestnorden Travel Mart, sum var í Grønlandi í september í fjør. Inga er sjálv ferðasmiður, sum tað nevnist, og arbeiðir serliga við at bjóða fram grøna ferðavinnu. Íslendski ferðasmiðurin roynir fyrst og fremst at fáa amerikumenn at vitja í Íslandi. Ferðaráð Føroya, sum í síni lutvíst stuttu livitíð er komið sera langt við arbeiði sínum, hevur sett sær sum mál í 1998 at fremja og menna innlendis ferðavinnuna, og harundir at kanna møguleikarnar fyri grønari ferðavinnu. Tað var tí kærkomið høvi at renna seg í Ingu, og skjótt var avtala fingin í lag um at fáa íslendingin hendavegin at halda fyrilestur um grøna ferðavinnu. Annika Joensen, stjóri á Ferðaráð Føroya sigur, at tey bjóðaðu Ingu at ferðast runt landið til tess at hon kundi kanna føroysku viðurskiftini við atliti til grøna ferðavinnu. Hetta gjørdi Inga Gunnarsdóttir so, og úrslitið er síðani sett upp í sonevndu SWOT-skipanina, ein skipan ið verður nýtt innan ferðavinnuna. Henda skipan býtir ferðamálini upp í fýra bólkar: Styrki, veikleikar, møguleikar og hóttanir. At sær komin ferðafólk Í fyrilestrinum nam Inga Gunnarsdóttir við ferðavinnu í breiðum týdningi, men gjørdi sjálvsagt mest burturúr grønu ferðavinnuni. Hon vísti á, at náttúruligt, samfelagsligt og mentanarligt umhvørvi er grundarlagið undir ferðavinnu. Tilfeingið verður brúkt, tá ferðast verður, og kann ikki endurnýtast ella endurvinnast. Tí er avgerandi neyðugt, at tey, ið skipa ferðavinnuna hava hetta í huga. Ferðafólkini sjálvi eru nógv meiri at sær komin í so máta, og geva umhvørvinum gætur. Roknast kann eisini við, at tær fyritøkur, ið ikki kenna sær ábyrgd í so máta, fara at detta burtur ímillum, meðan tær ábyrgdarfullu fyritøkurnar fara at fáa fleiri viðskiftafólk. Inga vísti á dømi um, at ferðamál heilt hava mist alt á gólvið, av tí at tey, ið skipaðu fyri, ikki vóru sær umhvørvið vís. Nevndar vóru strendur við Adriatarhavið, sum vórðu stongdar fyri ikki so langari tíð síðani, tí at sjógvurin var vorðin fullur av algufloru. Tí verður rátt til at taka í egnan barm, tí tann tíð kann koma, tá eingi órørd og óspilt støð eru eftir, og einasti møguleiki tá hevði verið ferðir út í rúmdina. Ferðavinnan stór vinna At hetta kann gerast ein trupulleiki - og kanska í ringasta føri veruleiki - sæst best út frá nýggjum kanningum sum vísa, at ferðavinna er um at gerast meiri umfatandi enn oljuvinnan. Um ferðavinnan í heiminum verður samanborin við eitt land, hevði hetta verið triðríkasta landið í heiminum. Og ferðavinnan er alsamt vaksandi. Metingar hjá altjóða ferðavinnuráðnum siga, at ár 2000 verða 638 mió. ferðafólk, harav 53% ella 338 mió. í Europa. Í 1991 ferðaðust 450 mió. ferðafólk í øllum heiminum. Inntøkurnar av hesum ferðafólkum vóru umleið 330 billiónir dollarar, sum svarar til 6% av bruttoinntøkunum í heiminum. Roknað verður við, at ár 2005 verður talið av ferðafólki tvífaldað. Stóra talið av ferðafólkum merkir sjálvandi eisini, at talið á fólki, ið arbeiðir innan ferðavinnuna, er rættiliga stórt. Í dag starvast eini 127 mió. fólk innan hesa vinnu, og tað er eitt starvsfólk út av hvørjum 15, sum starvast innan ferðavinnuna. Vandi er sjálvandi fyri umhvørvinum, serliga har hópferðavinna er, og tí ræður um hjá teimum, ið skipa fyri, at hugsa um sítt nærumhvørvi. Vandarnir eru stórir Serliga har talan er um hópferðavinnu, eru vandarnir stórir, bæði hvat viðvíkur umhvørvi og samfelagnum í síni heild. Dømini eru mong um, at bæði umhvørvi og fólk eru spilt av ov stórari ferðavinnu samantvinna við ov lítlum fyrivarni hjá fyriskiparunum. Ferðafólk vænta eina ávísa tænastu, tá tey fara út at ferðast, og á stóru ferðavinnuplássunum er útboðið eisini rættiliga stórt. Men vandin er, at hesar tænastufyritøkur dálka umhvørvið, umframt at lokalsamfeløg og mentanarsamfeløg kunnu blíva burtur í ferðafólkastreyminum. Dømini um hetta er óhugnaliga nógv, tó at tey ikki her skulu remsast upp. Men bæði áir, vøtn, strendur, drekkivatn, jarðar- og skógarlendi, dýr og plantur kenna árinini av ferðavinnuni, eins væl frá skipum og bilum sum frá spillvatni frá fyritøkum Bygdir mugu ofta víkja fyri hotellum og verða í fleiri førum lagdar heilt í oyði, og á sosiala økinum kunnu ofta vanlukkur standast av ferðavinnuni, tá bæði kriminalitetur, rúsevnismisnýtsla og skøkjulevnaður stingur seg upp. Men alt er ikki til tað ringa. Dømi eru eisini um, at mentanarøki verða endurkveikt sum ein beinleiðis avleiðing av trýsti frá áhugaðum ferðafólki. Hvat er grøn ferðavinna? Í fyrilestrinum greiðir Inga Gunnarsdóttir frá, hvat grøn ella vistfrøðilig ferðavinna er. Hugtakið vistfrøðilig (ella grøn) ferðavinna verður lýst á ymsan hátt. Tað er at verja náttúruligt umhvørvi og tilfeingi, og stuðla teimum, ið búgva har. Grøn >>eko<< ferðavinna er at hyggja at og uppliva náttúruna við at vitja tjóðargarðar (reservat), hyggja eftir fuglum, hvalum, eko safariferðir. Og hinvegin vistfrøðiligur ferðaháttur, t.e. súkkla, klintra í fjøllunum, ganga og >>river rafting<<. Grøn ferðavinna leggur dent á, at fólk eru ábyrgdarfull og duga at bera seg at. Ferðamaðurin skal ikki taka nakað við sær uttan myndir, og einki annað uttan fótaspor skulu liggja eftir hann. Týdningarmikið er, at árinið er minst møguligt og at ferðamaðurin fær høvi at njóta náttúruna og mentanarvirðini í landinum. Vistfrøðilig ferðavinna er tað mest áhugaverda innan fyri vinnuna nú. Altjóða ferðamálaráðið metir, at áhugin veksur 30% í heiminum. Marknaðurin broytist Ferðamynstrið broytist soleiðis, at ferðafólk úr vælferðarsamfeløgunum ynskja at fara til lond í triðja heiminum. Tey vilja uppliva okkurt ókent, ævintýr. Ferðavinnan verður meiri virkin, sjálvstøðugari, og setir tí størri krøv til umhvørvið. Altjóða ferðaráðið spáar, at ævintýraferðavinna verður høvuðsferðavinnan í framtíðini. Tað er ferðavinna, sum hevur einar tvær ella fleiri tættir av hesum: umhvørvi, at vera úti, náttúra, dirvi, spenning og váðan. Nærum helvtin av øllum ferðafólkum, sum vitja Costa Rica, fara hagar vegna regnskógirnar í tropunum. Antarktika - Suðurpólurin - dregur til sín fleiri og fleiri >>grøn<< ferðafólk. Seinastu fýra árini eru tey vorðin fýra ferðir so nógv ella 8000 ferðafólk. Viðskiftafólk fáa meiri og meiri vald, og fyritøkur í ferðavinnuni koma undir alsamt meiri trýst og mugu venja seg við at nýta økologiskan arbeiðshátt. Kanningar vísa, at tann vitandi, vani og >>grøni<< ferðamaðurin ynskir ikki at halda summarfrí har, sum alt ov nógv onnur fólk eru, har dálking er ella har sosialir og mentanarligir trupulleikar eru. Tvøroyrar Borðtennis- felag fimti ár Tann 23. februar 1998 eru fimti ár runnin síðani fyrsta borðtennisfelagið í Føroyum var stovnað. Tvøroyrar Borðtennisfelag var fyrst eitt privat felag, men seinri bleiv tað eitt av teimum størstu vetrarítróttarfeløgunum í Føroyum, og eru tað mong, bæði gentur og dreingir sum hava spælt borðtennis. Felagið lá eina stutta tíð stilt, helst av tí at hølisvið-urskiftini ikki vóru tey bestu, men so kom ferð á og í 1950 var so byrja aftur, og tann sum fekk hetta í lag var Ib Hauritz sáli, sum var ein undangongumaður við lít, tað var eisini sami Ib Hauritz sum stovnaði Ítróttarfelagið NSÍ, tá undir navninum Tjaldrið. Táverandi formaður ÍSF's skrivaði í einari oddagrein í Ítróttartíðindi, sum var eitt blað ið var givið út av Ítróttarsambandinum, hann hevði hesi orð til tað sum Ib framdi bæði her og seinni, tá hann var bakari í Runavík >>Tað var køllsvart ítróttarliga á Skálafjørðinum, áðrenn hesin tvørámaður kom<<. Nú blómar ítrótturin har, takka veri ein av okkara borðtennismonnum. Og við fyrst almenna góðkenda føroyameistaraskap á Tvøroyri luttóku leikarar frá NSÍ. Endurstovnað Felagið TBF bleiv endurstovnað í 1950, nú sum eitt kappingarfelag og fekk veruliga vind í seglini, tí tá var ikki nógv av vetrarítrótti, hetta førdi eisini við sær, at borðtennis bleiv ein stór ítróttargrein, ja, tann størsta, sjálvt um ikki góðkendar kappingar vóru. Góðkenningin kom fyrst í 1959. Tað at íðka vetrarítrótt innandura broyttist fyrst tá bygdar vóru ítróttarhallir. Nú blivu tilboðini fleiri, og tað kom so at ganga út yvir hesi ítróttargrein, tí tað krevst serligt hegni at spæla broðtennis, men sjálvt um ítróttargreinin ikki er av teimum størstu í dag, so hevur hon yvirliva og tað fer hon eisini at gera í framtíðini, um veruliga nakað verður gjørt fyri at menna hana, og her verður hugsað um tey smærru plássini sum ikki hava ítróttarhallir og sum fólkatalið er lítið, men borðtennis krevur ikki tey nógvu, so her er nakað, sum eigur at vera gjørt nakað við. Ítróttargreinin hevði ilt við at fáa góðkenning ÍSF's, so øll tey fyrstu árini var spælt og kappast innanfelags, fyriskipaðar vóru steypakappingar, hetta vóru steyp, sum vóru givin til kappingarnar. Tað mest kenda var Keypmanssteypið sum var givið av keypmonnum á Tvøroyri, teir sum eiga part í hesum steypi eru Niels Midjord, Sigurbjørn Niclasen, men tann sum vann tað til ognar var tann legendariski borðtennisleikarin Eirik Jensen. Eitt ungmannafelag sum var partur av borðtennisfelagnum við navninum >>Glottin<< gav eitt steyp til unglingarnar at kappast um. Hetta steypið var vunnið av Rudolf Niclasen, sála, sum var ein sera góður ítróttarmaður, hann var eisini føroyameistari í double, tá spældi hann fyri B36 í Tórshavn. Rudolf hevði uttan iva fingið eina glæsuliga framtíð sum fótbótlsspælari, men ein arbeiðsskaði forðaði hesum, hann er eisini kendur sum formaður TB's. Tað kundu nógv nøvn verið nevnd í samband við at felag okkara hevur stovningardag, bæði lokalt og runt landið, men lat tað liggja hesaferð. Men tað vil so vera, at nøkur nøvn og persónar hava leingi verið við, borðtennisítróttini at gagni. Góðkend ítróttargrein Fyrst í 1959 bleiv henda ítróttargreinin góðkend av ÍSF sum almenn kappingargrein og fyrsta føroyameistarakappingin bleiv fyriskipað á Tvøroyri. Nú var flutt úr tvøratungu út í stásuligu fimleikarhøll skúlans. Og hetta var eitt framstig, góðar umstøður, umklæðingarrúm við brúsu og øðrum hentleikum. Aftaná hetta komu regluligar kappingar í lag og hava tær verið hildnar hvør ár. Tvøroyrar Borðtennisfelag hevur góð úrslit at vísa á og nøvnini sum Alek Beck, Niels Hougård, Eirik Jensen og ikki at gloyma fyrstameistaran í einstaklingaspæli, Sigurbjørn, standa frammaliga í hesari ítróttargrein. Umstøðurnar vóru sum vera man ikki tær bestu í byrjanini, tað var í 1950 spælt í tvøratungu, sum var eitt gamalt dansihøli, ein søguligur bygningur, sum ikki er til meira, men sangurin, sum Thorolf Dam, ein av okkara fremstu undangongumonnum yrkti, vil gera tað at navnið verður varðveitt. Tvøratunga-Tvøratunga hvør ein sprunga gav í gjóstri ljóð men tú var várt høli sjálvt um tú var kølið var tú ramman, var tú ramman um tann nýggja sport. TBF hevur haft umboðan á landsliði Føroya, og vóru vit sera gott umboðaðir á tí fyrsta landsliði, sum hevur vunnið landsdyst á íslendingum í Íslandi, tað var ein stórhending. Uttanlandaferðir hava verið til luttøku á skeiðum bæði í Danmark og Svøríki. Tað fyrsta skeiðið sum felagið luttók á, var í Vejle í 1958 og har fingu vit samband við Poul Sandberg, venjara, sum so kom til Føroya og legði lag á, hann ferðaðist runt landið og var hann í Føroym í 1960-61. Tó kann sigast at fyrsta uttanlandakappingin í hesari ítróttargrein var í samband við TB-vitjanina í Hetlandi í 1956. Tað hava verið uttanlandaferðir av ymiskum slag, mest hava tær verið fyri at menna ítróttin, og tí hava spælarar luttikið á venjingarskeiðum og hetta hevur verið bæði í Danmark og í Svøríki. Tað hevur eisini verið luttikið á norðurlendskum stigi, bæði til norðurlandakappingar og seinni hava eisini verið veterankappingar, bæði VM, EM og norðurlendskar. Ein felagsskapur sum hevur verið virkin í fimti ár hevur sjálvandi eina søgu og í søguni eru nógv nøvn av einstaklingum sum hava verið serliga virknir, bæði sum aktivir og sum teir og tey sum stóðu aftan fyri felagið, tey eiga stóran heiður og tøkk. Tað var tann tíð tá henda ítróttargreinin var tann størsta her á landi, tað er hon ikki í dag, men hon er tó virkin. Í dag eru ítróttarhallirnar komnar og verður tí kappingin um okkara ungdóm meira krevjandi, tí møguleikarnir at luttaka í ítróttargreinum sum ikki eru so krevjandi sum nú borðtennis er, spælið er í høgum metan enn, úrslitið frá oyggjaleikunum vísti at vit kunna, um vit vilja, og við rættari fjálgan verður ítrótturin aftur at mennast. Móttøku á stovningardegnum Tvøroyrar Borðtennisfelag fer at markera stovningardagin við einari móttøku fyri ítróttarumboðum og lokalu myndugleikunum sum so dyggiliga hava stuðlað og harvið gjørt tað møguligt at hetta felagið hevur verið virkið í fimti ár, og tað eiga teir lokalu myndugleikarnir takk fyri. Tað verður eisini møguleiki hjá okkara íðkandi í dag at koma undir venjing hjá tí mest kenda føroyska borðtennisleikaranum, silvurvinnarin frá oyggjaleikunum, Kjartan Eli Hentze, Kjartan Eli verður gestavenjari felagsins teir næstu 14 dagarnar, og tað er gáva felagsins til teir aktivu spælararnar og tað fer at menna ítróttin. Tað verður sjálvandi eitt alment veitsluhald, tað skylda vit okkara bygdafólki sum takk fyri teirra stuðul. Tað verður til heystar og ætlanin verður tá at skipa fyri kapping fyri allar deildir og fyri allar aldursbólkar, so at vit møguliga vilja møta mongum av teimum sum ígjøgnum árini hava íðkað hesa ítróttargrein og tað eru ikki so fá, at kappingin og markeringin verður løgd til heystar, er eisini at markera at í 1999 eru 40 ár farin síðani fyrsta almenna føroyameistaraskapið var spælt við góðkenning ÍSF's. Sverre Midjord Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Óli og Jan fara ikki til Spania at venja Fótbóltur: Útisetarnir hava givið avboð, og Bjarni Johansen verður málverji saman við Jens Martini Knudsen Allan Simonsen hevur givið átjan spælarum boð um at koma á venjingarlegu í Cadiz í Spania. Farið verður úr Vágum hósdagin 19. februar, og ferðalagið, sum umframt átjan spælarar og venjaran fer at telja fýra fólk, lendir aftur í Vágum 28. februar. Bara ein útiseti Tað eru eingi óvæntað nøvn á listanum hjá Allani Simonsen. Jan Allan Müller er einasti útisetin, sum er nevndur á listanum, sum FSF í fyrradagin sendi spælarunum. Todi Jónsson, Jákup Mikkelsen og Julian Johnsson eru ikki á listanum. Teir venja nógv og miðvíst í feløgunum, og teir skulu á venjingarlegur suðuri í Europa stutt undan, at tað verður farið undir aftur landskappingarnar. Tí verður mett, at møguleikarnir hjá teimum at vinna sær pláss á besta liðnum vera betur, um teir venja í feløgunum heldur enn at fara við landsliðnum til Spania. Í skeivum feløgum Teir átjan spælararnir, sum landsliðsvenjarin hevur biðið FSF skrivstovuna um at boðsenda til uttanlandaferðina eru Henning Jarnskor, Magni Jarnskor, Sámal Joensen og Øssur Hansen úr GÍ, Heðin á Lakjuni úr KÍ, Jens Kristian Hansen, Arnbjørn Danielsen og John Petersen úr B36, Hans Fróði Hansen og Allan Mørkøre úr HB, Pól Thorsteinsson og Bjarni Johansen úr VB, Bartal Eliasen, ÍF, Jens Erik Rasmussen og Jan Allan Müller úr Esbjerg Boldklub, Jens Martin Knudsen og Uni Arge úr Leifti og so ein málverji afturat. Vit síggja, at Øssur Hansen framvegis umboðar GÍ, at Pól Thorsteinsson umboðar VB, at Jens Erik Rasmussen umboðar Esbjerg, og at Uni Arge og Jens Martin Knudsen standa til at umboða Leiftur. Av FSF skrivstovuni verður upplýst, at spælararnir eru skrivaðir at umboða tey feløgini, sum í løtuni hava spæliloyvið hjá teimum. Og tað vil aftur siga, at B68 hevur ikki syrgt fyri, at spæliloyvið hjá Øssuri Hansen er komið út aftur á Toftir, eftir at tað hevur verið í Gøtu í eitt hálvt ár, at teir í B36 ikki hava syrgt fyri, at spæliloyvið hjá Pól Thorsteinsson er komið norður um, og at teir í HB ikki hava syrgt fyri, at spæliloyvið hjá Jens Eriki Rasmussen er komið aftur úr Esbjerg, har HB maðurin royndi seg í nakrar vikur í heyst. Samstundis kunnu vit staðfesta, at íslendska Leiftur longu hevur syrgt fyri, at spæliloyvini hjá Jens Martini Knudsen og Una Arge eru komin upp á pláss, sjálvt um teir kanska ikki fara at umboða íslendska felagið fyrrenn eina ferð seinni í ár. Jan, Allan og Óli Umframt útisetarnar er tað serliga navnið á trimum spælarum, sum saknast - Jan Dam, Allan Joensen og Óli Johannesen. Jan Dam hevur havt trupulleikar við fótliðnum. Hann hevur verið skurviðgjørdur í vetur, og nú er talan um eftirviðgerð, sum hevur við sær, at hann ikki kann spæla akkurát nú. Óli Johannesen hevur verið fastur fúsur á landsliðnum hesi seinnu árini, umboðandi TB og so B36. Í ár skal hann spæla við TB, og í fyrstu atløgu í hvussu so er ætlar hann sær ikki at spæla á landsliðnum. Hann hevur ikki tikið lut í teimum báðum venjingunum, sum Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari, hevur staðið fyri, og hann hevur givið avboð til venjingarleguna í Spania. Allan Jonsen úr KÍ hevði stórar trupulleikar av skaða í fjør, og tað gjørdi, at hann ongantíð spældi við fullari styrki fyri KÍ og ikki kundi vera á landsliðnum. Í vetur hevur hann hildið frí frá allari venjing, og hann hevur fingið viðgerð hjá fysioterapeuti. Men hann er framvegis skaddur, og hann er ikki farin at venja við KÍ. Símun er á veg Uppaftur ein spælari, sum hevur verið burtur frá, tí hann hevur verið skaddur, er Símun Eliasen. Hjá honum varð fótbóltsárið í fjør oyðilagt, tí longu í februar breyt hann beinið í venjingardysti fyri Aarhus Fremad. Nú venur hann við fullari ferð, men um hann fær møguleikan á besta liðnum er ov tíðliga at siga nakað um: - Eg skal spæla venjingardyst í dag við 2. liði. Vit skulu spæla móti 2. liði hjá Ikast, og tað verður í einari innandura venjingarhøll, sum teir í Ikast eiga, segði Símun Eliasen í gjár. Hann er millum 33 spælarar, sum Kim Poulsen, venjarin hjá Aarhus Fremad, ætlar at brúka at manna besta og næstbesta liðið við. Aarhus Fremad skal til Spania á venjingarlegu um somu tíð, sum føroyska landsliðið verður har niðri, og tað hevur verið upp á tal, at landsliðið skal spæla móti danska liðnum, men hetta er kortini óvist. Símun Eliasen fer ikki við Fremad til Spania: - Venjarin hevur sagt mær, at eg eri ikki komin nóg langt í venjingini. Teir byrjaðu 5. januar, og eg kom ikki aftur úr Føroyum fyrrenn 10. januar. Í síðstu viku hevði eg ein vøddaskaða, og hetta kostaði mær plássið á ferðini, hevur venjarin sagt mær. Hann bað meg annars dríva á og gav mær góðar vónir, greiðir Símun Eliasen frá úr Århus. Ungu menninir Tríggir spælarar, sum ikki vóru nógv við í ferðalagnum hjá landsliðnum í fjør, skulu við til Spania. Teir eru Poul Ennigarð, Heðin á Lakjuni og Hans Fróði Hansen. Poul Ennigarð var skaddur mesta partin av kappingarárinum í fjør. Eftir summarfrítíðina spældi hann í 3. og 4. deild. Nú er hann komin fyri seg aftur, og hann venur við fullari ferð við GÍ. Heðin á Lakjuni var við landsliðnum í Spania. Tað hevur ljóðað, at hann skal til Onglands at venja, og tað hevur ljóðað, at B36 hevur gjørt nógv fyri at fáa hann at flyta úr Klaksvík og til meistaraliðið, men enn er hann í KÍ, og hann er einasta umboðið úr Klaksvík í landsliðsferðalagnum. Hans Fróði Hansen var í nánd av landsliðnum fyri knøppum trimum árum síðani. Tá spældi hann í B68. Seinni varð hann skaddur, hann flutti aftur til Leirvíkar, men síðani summarsteðgin í fjør hevur hann verið í HB, og nú verður hann mettur at vera nóg góður til pláss á venjingarleguni. Álvur Hansen, sum áður hevur verið hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, og sum í fjør vandi U-18 kvinnurnar, verður hjálparvenjari hjá Allani Simonsen í Spania. Jógvan Martin Olsen hevur givið avboð. Fyrsta skeiðið í elituvenjaraútbúgvingini verður, meðan landsliðið verður í Spania. Komandi vikuskifti kemur Allan Simonsen til Føroya, og hann og landsliðið skulu venja í Gundadali leygardagin klokkan 14.30. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Mjølnir hølvaði ÍF av Flogbóltur: Tað var ongantíð ivi um, hvør fór at vinna dystin millum Mjølnir og ÍF sunnudagin Tað tók ikki langa tíð hjá oddaliðnum Mjølni at vinna á ÍFb sunnudagin. Liðið hjá klaksvíkingum er ein blandingur av ungum og royndum leikarum, og tað er eitt stabilt lið, ið ikki ger teir stóru feilirnar. Á ÍF-liðnum merktist tað, at Bogi Lervig og Odd Eliassen, sum hetta vikuskiftið flutti upp á a-liðið, ikki vóru við sunnudagin, og fuglfirðingar fingu bert 9 stig av 45 møguligum. Tann 22. februar fær Mjølnir ivaleyst størri mótstøðu. Tá skulu teir nevniliga spæla toppdyst í meistaradeildini móti Fram í Eysturskúlanum í Havn. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Fram vann eisini á ÍF Flogbóltur: Hóast ÍF eitt skifti í fimta settið var frammanfyri 9-2, so megnaði Fram tað ímóti ÍF sunnudagin, sum Fleyr ikki megnaði leygardagin. Teir komu aftur í aftur og vunnu settið. Og tað er eitt bragd í sjálvum sær Tað sum Fleyr ikki megnaði leygardagin, gjørdi Fram sunnudagin. Teir vóru aftan fyri 9-2 í fimta settið, men megnaðu at vinna 15-11. So ikki kann sigast annað, enn at teir hava tikið seg saman og tað við lít. Dysturin var annars sera skiftandi. Liðini skiftust um at vinna. Fram vann fyrsta, triðja og fimta sett og ÍF annað og fjórða sett. ÍF hevði til dystin sunnudagin styrkt seg á spælskiparaplássinum. Teir høvdu tikið Odd Eliasen upp av b-liðnum, og tað er óivað skilagott. Spælskiparaplássið hevur verið teirra trupulleiki í fleiri dystum í ár. Fyrsta sett var eitt sindur trilvandi hjá Fram. Um teir vóru troyttir frá degnum fyri, skal verða ósagt, men Sigmund av Teigum sigur, at spælið ikki virkaði sum tað skuldu. - Vit eru ikki nóg støðugir í løtuni, sigur hann. Men líka mikið, tí teir vunnu fyrsta sett 15-13. Fram legði seg á odda, beinanvegin og syrgdi so fyri at halda fast, og tann setningin greiddu teir. Hamskiftir Í øðrum settið vóru teir sum hamskiftir. Byrjanin av settinum fór púrasta í vaskið, og ÍF fekk sær eina góða leiðslu. Tá íð Fram vaknaði, var ov seint, og settið endaði við sigri til ÍF 15-8. Fram vann triðja sett 15-13. Tað fór fram sum fyrsta sett, har liðið fekk lagt seg framum og hildið seg har. Fjórða sett vann ÍF aftur, og so skuldi fimta settið til. Í fimta settinum leygardagin legði Fram seg á odda við 8-0 eftir stuttari løtu. Tá kláraði Fleyr ikki at koma upp aftur. Men sunnudagin var tann øvugta verð. ÍF reyk avstað, og eftir stuttari løtu vóru teir frammanfyri heili 9-2. Nú átti ÍF at klára at hála settið heim, men so var ikki. Fram broytti taktikk og fór at konsentrera seg um blokaduna og at pressa ÍF-leikararnar til at gera feilir. Taktikkurin hepnaðist. Persónligu feilirnir hjá Fram vóru burtur, meðan ÍF leikararnir nú gjørdu nógvar feilir. Hjá ÍF var tað serliga Bartal Eliasen, sum var óheppin í fimta settið. Nógvir av bóltunum hann slóg, fóru út av vøllinum, og bita fyri bita át Fram seg inn á ÍF. Endaliga úrslitið av settinum gjørdist 15-11, og tað merkir, at ÍF bert fekk tveir servimøguleikar afturat í øllum settinum, og tað er í sjálvum sær eitt tekin um gott verjuspæl frá Fram. Fáa sær mann á bonkin Fram kappast nú við Mjølnir um, hvør skal hava meistaraheitið í ár. Og fyri at betra um sínar møguleikar ætla teir nú at fáa sær ein mann á skiftibonkin. Tað er Sigmund av Teigum sum hevur havt leiðsluna inni á vøllinum og gjørt tær rættingar sum skuldu til. Hann sigur sjálvur, at hann ikki heldur, at hann hevur tað neyðuga yvirblikkið til at gera hetta í so týdningarmiklum dystum sum nú eru fyri framman, tí hann merkir, at hini liðini, eru farin at leggja taktikkin eftir hansara spælið. Teir hava tí roynt at fingið fatur á einum manni, sum fyrr hevur vant teir, at leiða teir gjøgnum teir seinastu tríggjar dystirnar. Hvussu tað fer at gangast hoyra vit nærri um í nærmastu framtíð. Men tað er givið, at Fram er eitt framtíðarlið. Teir hava ungt fólk á liðnum, og verða teir allir verandi í Føroyum, so sær gott út hjá teimum. Tað verður spennandi at síggja hvussu leikur fer. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo ÍF tikið kvinnuliðið úr kappingini Flogbóltur: Kappingin hjá kvinnunum liggur nú í sorli eftir at ÍF undan dystunum í vikuskiftinum valdi at taka lið sítt úr kappingini Nú eru bert fýra lið eftir í meitaradeildini hjá kvinnum. Í vikuskiftinum valdi ÍF at taka liðið úr kappingini, tí at ikki ber til at manna liðið. ÍF er triðja liðið sum verður tikið úr kappingini í meistaradeildini í flogbólti. Fyrr í hesum kappingarárinum tók Mjølnir b-liðið úr kappingini hjá kvinnum, og Nøvan tók lið sítt úr kappingini hjá monnunum. Vit hava tosað við Bartal Eliasen, sum hevur vant ÍF-genturnar í ár. Hann sigur, at hann hevur roynt at fáa skavað leikarar saman til dystirnar um vikuskiftið, men tað bar ikki til. - Í síðstu viku fóru tríggir av okkara leikarum til Danmarkar í lestrarørindum, og so vóru bara seks leikarar eftir. Sætti leikarin hjá okkum hevur drigist við skaða í eina tíð, og fekk tí ikki spælt. Tað var orsøkin til at vit ikki kundu manna lið. - Eg havi roynt tað eg kann, men tað hjálpir onki, sigur Bartal Eliassen. Bartal heldur tað eisini verða løgið, tað at skula taka liðið úr kappingini nú, tí tær hava klárað seg væl higartil í ár: -Vit liggja nummar trý, og hava vunnið allar dystirnar í endaumfarinum, uttan dystin ímóti Mjølnir. Sosialurin hevur eisini tosað við ein av leikarunum, Randi Larsen um støðuna. - Eg haldi tað er øgiliga keðiligt, at tað endar so, tí tað kann fáa keðiligar fylgjur fyri flogbóltin bæði her í Fuglafirði og eisini kring um í landinum. - Flogbólturin fær á henda hátt eitt keðiligt navn, sigur hon. Átti tað ikki at borið til at manna lið í umráðnum hjá tykkum? - Jú, sjálvandi. Vit hava havt fleiri leikarar, men tað eru onkrir, sum eru falnir frá, tí tað er so bundið bæði at spæla dystir og at døma ymsastaðni í landinum. - Men tað átti allíkavæl at borið til at manna lið. Trúgvi Poulsen, kappingarstjóri, sigur, at støðan er sera óheppin. - Eg haldi, at ÍF skal royna einaferð enn at fáa skavað fólk saman fyri at gera hetta kappingarárið liðugt, og síðani brúka summarið til at fáa skil á støðuni. Tí, sigur Trúgvi Poulsen: - Eg eri bangin fyri, at dettur kvinnuflogbólturin í Fuglafirði á gólvið nú, so kemur hann ikki fyri seg aftur, og tað er sera óheppið Trúgvi hugsar eisini um umdømið hjá flogbóltinum í hesum førinum. - Umdømið hjá flogbóltinum verður merkt av slíkum sum hesum, og tað hevur hann ikki uppiborið. Ein keðilig avgerð Tað tykist sera løgið, tað sum hendi í Fuglafirði um vikuskiftið. Liðið varð tikið úr kappingini, nú tað lá á einum triðja plássi og skuldi til at berjast um silvurmerkini. Tað kann heilt einfalt ikki verða rætt, at tað er so stór líkasæla í økinum umkring Fuglafjørð, at ongin vil hjálpa teimum at manna liðið, so kappingin kann gerast liðug. Tað er at vóna, at fuglfirðingar fáa tikið um endan, og endurreist liðið, fyribils í hvussu er. So má støða takast til hvussu gerast skal til næsta ár. Føroyskur flogbóltur hevur í øllum førum betri uppiborið enn tað, at kappingin verður latin eftir í sandasorli. Men soleiðis sær tað tó út til at tað endar nú. Skammið tykkum í Fuglafirði, Gøtu og Lorvík. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Fram vann slagið um Havnina Flogbóltur: Fram vann týðandi dystin móti Fleyr um vikuskiftið Áskoðararnir sum høvdu leitað sær í Eysturskúlan leygardagin seinnapartin, fingu ein rimmar dyst við sær til húsa aftur. Spenningur var um, hvønn veg dysturin fór at fara, men tað endaði við, at Fram dróg longra stráið. Og tað gjørdi ikki kappingina um meistaraheitið minni, at Fram vann dystin. Eftir dystirnar í vikuskiftinum eru teir bert eitt stig aftanfyri Mjølnir, og liðini bæði hittast, eftir skipanini, sunnudagin 22. februar á Eysturskúlanum. Fram byrjaði væl Fram legði hart út í fyrsta setti, men teir fingu ikki avgjørdan fyrimun í byrjanini av settinum. Fleyr-liðið royndist væl og helt tørn. Men tá fyrsta sett var hálvrunnið steðgaði Fleyr upp, meðan Fram fekk gongd á sítt spæl. Fram spældi eitt nógv djarvari álopsspæl enn Fleyr og tað gav úrslit. Hinvegin gjørdu Fleyr leikararnir alt ov nógvar persónligar feilir, og tað verður revsað, tá spælt verður á tílíkum støðið. Fyrsta sett endaði við, at Fram vann settið 15-9. Í øðrum settið tók Fleyr annað skinn um bak og legði til brots beinanvegin. Liðið gjørdi eina broyting í uppstillingini sum hevði við sær at blokkurin varð styrktur, og tað hevði sína ávirkan á, at Fleyr fekk eina betri byrjan í øðrum settið. Tað einu løtuna var næstan líkamikið um Fram slóg ella lobbaði, tí Fleyr fekk fatur á øllum, antin í blokkinum ella í verjuni aftanfyri. Álopsspælið hjá Fram gjørdist alt meira stirvið, og teir tordu ikki at >>sláá ígjøgnum<< longur. Sigmund av Teigum varð settur út av spælinum við, at Fleyr-leikararnir spældu beinleiðis eftir honum, og taktikkurin eydnaðist. Sigmund gjørdist troyttur. Meginparturin av spælinum hjá Fram gongur um Sigmund, og hinir spælararnir eru ov lítið við í dystinum. Um tað er tí, at teir ikki tora at taka ábyrgd, ella tí at spælskiparin ikki torir at taka teir við í spælið, skal verða ósagt. Men tá Sigmund ikki fekk verið við í álopinum, var alt ov lítið bit í Fram. Alt hetta gjørdi, at Fram ongantíð fekk fótin fyri seg í hesum settinum, sum Fleyr vann 15-7. Triðja sett líktist ógvuliga nógv øðrum settið. Fleyr helt seg framat og spældi sítt spæl, meðan Fram hevði somu trupulleikar við at fáa spælið >>at koyra<<, sum teir høvdu í øðrum settið. Úrslitið gjørdist, at Fleyr vann triðja sett. Hesaferð var settmunurin 15-10. Fram kemur aftur Nú varð roknað við, at Fleyr fór at koyra dystin heim við sama spælið, men so var ikki. Teir fullu í sína gomlu grøv við at missa spælihugin og geva Fram >>initiativið<<. Og Fram læt sær ikki bjóða tvær reisur. Teir fótaðu sær aftur og fingu umskipað spælið. Blokadan, sum í øðrum og triðja settið ikki var til stóra nyttu, kom nú rættiliga fyri seg. Sigmund av Teigum, sum eisini hevði verið anonymur í dystinum, raknaði við aftur, og nú var hann ikki til at steðga aftur. Hetta, at Fleyr missir takið, tá teir eru omaná, er eitt vanligt fyribrigdi. Tað sást, at liðið manglar stabilitet fyri at vinna ein tílíkan tættan dyst, og tað er harmiligt, tí tá alt gongur sum ætlað, ja so spæla teir sera væl. Men leygardagin hjálpti onki. Fram var komið fyri seg, og vann fjórða sett so greitt sum 15-6. Fimta sett kundi fyri tann skuld verið ein heilt annar dystur. Tað sum Fleyr bjóðaði áskoðarunum hesa løtuna, er ikki vert at skriva um, men vit gera tað hóast alt. Fimta sett verður spælt við >>running score<<. Tað merkir, at tær ikki nýtist at serva fyri at fáa stig. Allir bóltar telja, eisini tá mótstøðuliðið servar. Men tað var alt líkamikið. Tí tá heilt lítil løta var farin av fimta settið, var støðan 8-0 til Fram, og tá vendist ikki aftur. Fleyr leikararnir sukku longur og longur niður í dýpið, meðan Fram-leikararnir næstan kundu ganga á vatninum. Alt gekk sum tað skuldi hjá Fram í hesum settinum, og tað er ikki so ofta, at ein blokada virkar so væl, sum hon gjørdi í fimta settið. Hon fangaði alt sum kom á leiðini. Men tað má sigast, at Fleyr hjálpti teimum væl. Álopsspælið hjá teimum fór fullkomiliga í fisk, og tað sama fór verjuspælið. Fimta settið endaði við, at Fram vann settið 15-2, og harvið dystin 3-2. Sigast má, at sigurin til Fram var uppiborin, tí teir vunnu tey trý settini sum skuldu til fyri at vinna dystin, og ikki minni tí, at teir kláraðu at taka seg sjálvan í nakkan tá teir vóru longst niðri. Hinvegin kunnu teir takka Fleyr fyri at teir fóru so fullkomiliga niður við flagginum í fjórða, og serliga í fimta settið. Onki FM til Fleyr Fleyr er nú úti av kappingini um meistaraheitið í mansdeildini í flogbólti í ár, meðan Fram hevur ein góðan møguleika at endurvinna meistaraheitið frá í fjør. Men tað kann verða Fleyr sum fer at avgera hvør tað verður sum fer at vinna meistaraheitið í ár. Tí teir skulu leika ímóti bæði Fram og Mjølnir áðrenn kappingin endar. Hvussu tað fer at ganga, er sjálvandi ringt at spáa um, men livst so spyrst. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo ÍSF bjóðar til skeið í nevndararbeiði og persónligari menning ÍSF skipar saman við Handilsskúlanum fyri skeiði í nevndararbeiði og persónligari menning Sum nakað nýtt skipar Ítróttarsamband Føroya í samstarvi við skeiðtænastuni hjá Føroya Handilsskúla fyri skeiði í nevndararbeiði og persónligari menning fyri nevndarlimir í ítróttarfeløgunum. Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum íblástur og nøkur hent amboð, ið kunnu nýtast í dagliga arbeiðnum til menning av felagnum og til sjálvsmenning. Í stuttum kunningarskrivi sigur ÍSF seg vóna, at henda ætlanin verður væl móttikin av feløgum og nevndarlimum soleiðis, at hetta kann menna nevndar- og ábyrgdararbeiðið í feløgunum. Og ÍSF sigur víðari, at um tiltakið eydnast, og um luttøkan verður stór, er ætlanin, at hesi skeið verða ein fastur táttur, sum Ítróttarsambandið hevur at bjóða fram. Skeiðið viðger m.a. hesi evni: planlegging av virksemi felagsins, arbeiðs- og samstarvshættir, fundarleiðslu, roknskap, kreativitet. Skeiðini fara fram um alt landið: Á handilsskúlanum á Kambsdali leygardagin 18. apríl og sunnudagin 19. apríl, á handilsskúlanum í Havn týsdagin 14. apríl, hósdagin 16. apríl, týsdagin 21. apríl og hósdagin 23. apríl, í skúlanum á Tvøroyri leygardagin 2. mai og sunnudagin 3. mai, í Klaksvík leygardagin 9. mai og sunnudagin 10. mai, og í skúlanum í Sørvági leygardagin 23. mai og sunnudagin 24. mai. Kostnaðurin er 100 krónur, og so er undirvísing, skeiðtilfar og matur íroknað. Tilmeldingin skal gerast innan 17. mars. ÍSF vónar, at feløgini og nevndarlimir tess siga frá í góðari tíð til Føroya Handilsskúla, soleiðis, at skeiðluttøkutalið kann fyriskipast á teimum ymsu plássunum. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Skeiðtænastu Handilsskúlans, tlf. 1.7177. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Havnin tekur inn á Kollafjørð Talv: Havnin vann sunnudagin 3-1 á Klaksvík 1 og er nú bert tvey stig aftan fyri oddaliðið Kollafjørð. Tvey umfør eru eftir at telva í 1. deild Nú bert tvey umfør eru eftir í liðkappingini í talvi, eru bert tvey stig á muni millum Kollafjørð og Havnina. Seinasta vikuskiftið vann Havnin 3-1 á Klaksvík 1, og fyri klaksvíkingar merkti ósigurin, at teir allarhelst hava mist FM-møguleikan. Dysturin millum Kollafjørð og Klaksvík 2 endaði við javnleiki 2-2, og sostatt vann Havnin eitt stig inn á Kollafjørð, sum framvegis er á odda í 1. deild. Eisini í botninum er spenningurin stórur, tí Klaksvík 2 nú er farið fram um Vestmanna við einum hálvum stigi. Í dystinum millum Klaksvík 1 og Havnina vann Rani Nolsøe á 1. borði á Torben Ø. Johansen, men Flóvin Þór Næs, Carl Eli N. Samuelsen og Suni Merkistein vunnu hini trý talvini fyri havnarmenn, sum sostatt vunnu dystin 3-1. Tvey av talvunum millum botnliðið Klaksvík 2 og oddaliðið Kollafjørð endaðu við javnleiki, og á 2. borði vann Terji Petersen á Torbjørn Thomsen. Poul Martin Hansen á 4. borði tryggjaði kollfirðingum javnleikin og eitt týðandi stig afturat við at vinna á Símun P. Anthoniussen. Vestmanna tapti 1-3 móti Streymi og datt niður á aftasta pláss í deildini. Kollfirðingar vunnu oddadystin Í 2. deild telvaðu oddaliðini Toftir og Kollafjørður 1, og her vunnu kollfirðingar við hálvum triðja stigi móti hálvumøðrum. Toftamenn kundu við einum sigri sunnudagin so at siga tryggja sær uppflyting, men nú er einki avgjørt. Gøta fekk trý kærkomin stig móti Havnini 1 og skaptu sær sostatt eina nýggja vón um at varðveita sætið í 2. deild. Nú er bert hálvtannað stig upp til Kollafjørð 2, sum tapti 0-4 móti Havnini 2. Við hesum sannførandi sigrinum kom Havnin 2 upp á 19 stig, bert trý færri enn oddaliðið Toftir. Spurningar/viðmerkingar til Fótbóltssamband Føroya Nú fótbóltskappingin um stutta tíð fer í gongd aftur, vil eg gera nakrar viðmerkingar um støðuna á og rundan um okkara fótbóltsvøllir. Eitt krav frá FSF til vøllirnar er, at ein gyring skal vera kring vøllin. Hvussu ber tað til, at FSF hevur góðtikið at jarnrør, uttan nakra sum helst verju, vera brúkt, og at tey í nógvum førum bert standa ein stóran metur frá bak/síðu linjunum. Bestu dømi um hetta eru vøllirnir í Sandavági, Fuglafirði og Vági (træ). Fyri leikararnar er hetta serstakliga vandamikið, og eg ivist onga løtu í, at um einki verður gjørt, fer onkur ólukka at standast av hesum. Tí skal mítt ráð til FSF vera, at teir krevja av feløgunum, at hetta verður fingið í rættlag til næsta kappingarár. Ovari vøllur í Havn er gott dømi um hvussu hetta kann gerast. Í dag eru tvey sløg av graslíkisvøllum í landinum. Antin eru teir við ella uttan sand. Eftir 10 ár við hesum vøllum, haldi eg at tað kann staðfestast, at best egnaðu vøllirnir eru teir við Sandi í. Fyrst og fremst tí ein ikki stendur fastur, tá turt er í veðrinum. Hetta væl at merkja, um nokk av sandi er í. Eitt er so tað, at FSF svav í tímanum tá støða skuldi takast til hvørjir vøllir skuldu koma til landið. Eitt annað er so hví teir ár um ár góðkenna sandgraslíkisvøllir har tað er alt ov lítið av sandi í. Í Sørvági er at kalla eingin sandur í. Nógvir leikarar kunna ásanna, at teir hava fingið skaðar, tí teir hava staðið fastir í vøllinum. Summir hava oyðilagt sær knøðini, tí krossbondini eru slitin, tá teir hava staðið fastur. Ongin ivi skal vera í, at FSF ger eitt gott og stórt arbeiði, men álvaratos, tit sum skulu eitast at hava ábyrgdina av hesum. Er tíðin ikki komin, har tit vakna og gera okkurt við hetta. Leikari Tað er ongin ivi um at Tjóðveldisflokkurin skal fáa løgmann næstu ferð - Er veljarakanningin røtt, og vit fáa átta tingmenn aftaná næsta val, er eingin ivi um, at vit skulu eisini hava løgmannin. Hvør tað verður, má úrslitið av valinum vísa, tí tann, sum fær flestar atkvøðurnar hevur størst møguleika, sigur formaður Tjóðveldisfloksins - Hvør verður løgmaður er ómøguligt at siga frammanundan. Men tað liggur fast, at er veljarakanningin røtt, er tað eingin ivi um, at løgmaður skal koma úr Tjóðveldisflokkinum. Annars gevur tað onga meining. Tað hevur elvt til nógva umrøðu seinastu dagarnar, at Tjóðveldisflokkurin onki greitt evni hevur til løgmanssessin, hóast veljarakanningar vísa, at hann verður størsti flokkur aftaná løgtingsvalið nú í vár, ella í summar. Men at tað skal verða nakar beinleiðis vansi hjá flokkinum, er formaður floksins á tingi, Heini O. Heinesen, als ikki samdur í. Hann heldur tvørturímóti, at tað ber yvirhøvur ikki til at útnevna eitt løgmansvalevnið áðrenn valið. - Eitt møguligt løgmansvalevni finna vit aftaná valið. - Tí fáa vit so stóra undirtøku, sum veljarakanningin vísir, og tvífalda tingmannatalið upp í átta tingmenn, so verða fýra nýggj fólk á tingi. - Og tað kann so væl vera, at eitt møguligt løgmansvalevni er at finna teirra millum. Í øllum førum heldur Heinesen at tað verður valúrslitið sum í stóran mun fer at gera av, hvør løgmansvalevni Tjóðveldisfloksins verður. - Eg haldi, at tað valevnið, sum fær flestar atkvøðurnar afturímóti støddini á valdøminum, eigur at hava bestan møguleikan at verða løgmaður fyri Tjóðveldisflokins, um tað kemur so langt. Tó sigur Heini O Heinesen, at tað hevur ikki løgmanssessurin, sum hevur størstan týdning fyri Tjóðveldisflokkin og hann útihýsir als ikki møguleikan fyri at lata løgmanssessin frá sær skuldi ein samráðingarstøða kravt tað. - Tað hevur størri týdning at vit fáa sum mest av okkara politikki á dagsskránna, enn at vit fáa løgmann. - Hinvegin vænti eg ikki, at vit fáa nakað serligt av okkara politikki ígjøgnum fáa vit ikki løgmann. Tað skal vigast og metast um, sigur Heini O. Heinesen. Óføroyskt og ódemokratiskt Í veljarakanningini hjá Dimmalætting nú um vikuskifti, verður veljarin biðin at vísa á løgmansvalevni hjá fýra teimum størstu flokkunum. Eftir kanningini hava veljararnar púra greið løgmansvalevni í báði Fólkaflokkinum, Anfinn Kallsberg, Sambandsflokkinum, Edmund Joensen og í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard. Hin vegin er tað hvørt um annað, hvønn av teimum báðum tjóðveldismonnunum, Heini O. Heinesen og Finnboga Ísakson, veljarin vildi havt til løgmann. - Hetta vísir okkum ikki annað, enn at Tjóðveldisflokkurin hevur tað sterkastu hugsjónina, men at hinir flokkarnir gera meiri burturúr at føra einstakar persónar fram. Men hetta avdúkar eisini, hvussu sterka floksdisiplin, javnaðarfólk hava. T.d. eru tað fleiri Tjóðveldisfólk enn javnaðarfólk, ið vilja hava Maritu Petersen til løgmann. So lítla undirtøku hevur fyrrverandi løgmaður frá sínum egnu floksfeløgum Heini O. Heinesen heldur, at fjølmiðlarnir hava stóran leiklut í, hvørji løgmansvalevnini eru. - Eg havi ongan mikrofonhaldarar, sum Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen hava. At teir altíð sleppa framat í tíðindatænastuni ger uttan iva sína ávirkan galdandi táið veljarin skal vísa á løgmansvalevni. Men formaðurin í Tjóðveldisflokkinum heldur, at tað er báði óføroyskt og ódemokratiskt at dyrka einstakar persónar í politikki. - Hvat nú um eitt av løgmansevnunum fær eitt vánaligt val, og flokkurin fær løgmann. Skal hann so partout í løgmansessin kortini. - Tað er ódemokratiskt og heilt burturvið at ein flokkur avgjørt skal hava løgmansevni greitt uppundir eitt val, heldur hann løgmansvalevnið skal fyrst hava álitið frá veljarunum, áðrenn viðkomandi kann koma uppá tal sum løgmansvalevni. - Hinvegin er tað neyðugt hjá einum flokki at virða eitt valúrslit. Tí verða toppskorararnir í einum flokki settir á ytsu brík, fer tað at kosta flokkinum dýrt. Kostar at troka onnur burtur Heini Heinesen sigur, at táið flokkar so miðvíst føra einstakar persónar fram, kann tað gott henda, at tað tað kostar í atkvøðum í hinum endanum. - Tí verður ein persónur førdur fram, er so skjótt, at aðrir verða offraðir. - Tjóðveldisflokkurin hevur átt sterk valevni, sum eru sett á ytstu brík, og tað hevur kostað flokkinum dýrt í atkvøðum. Hann vil tó ikki siga, hvørji, hann meinar vi- - Og tað kann so væl vera, at tað kann kosta báði Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og øðrum, atkvøður, at teir føra seg fram við einum sterkum leiðara, heldur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Handilsjavnin betri enn í fjør Tað sær út til, at handilsjavni Føroya verður heldur betri í 1997, enn hann var í 1996. Tað vil siga, at yvirskotið verður hægri enn 284 mió krónur. Hetta sigur Bjarni Olsen, stjóri á Hagstovu Føroya Á tíðindafundi á Hagstovu Føroya seinasta fríggjadag segði Bjarni Olsen, stjóri á Hagstovuni, at tað vóru útlit til, at handilsjavni Føroya fór at verða heldur betri í 1997, enn hann var í 1996. Handilsjavnin fyri 1997 er ikki endaliga uppgjørdur enn, men ein uppgerð fyri tíggju teir fyrstu mánaðirnar av farna ári vísir, at hann í mun til 1996 er 8 mió. betri. Og út frá fyribils tølunum fyri november og desember mánað, so sær út til, at eisini teir hilnaðust betri enn roknað varð við frammanundan. Fiskaprísirnir sum í fjør vóru rættuliga høgir hildu sær har uppi, og útflutningurin í nøgd var betri enn væntað. So tað sær út til, at siðurin við at hava yvirskot á handilsjavnaðinum heldur sær. Seinastu ferð Føroyar høvdu undirskot í samhandlinum við onnur lond var í 1988, og tað var uppá 876 mió. krónur. Tað hevur stóran búskaparligan týdning at hava yvirskot á handilsjavnaðinum, men fyri eitt land sum Føroyar er altíð ein vandi fyri undirskoti. Vit útflyta næstan bara fisk, og tá kann ein lutfalsliga lítil broyting í nøgd og prísi vera nóg mikið til, at eitt yvirskot verður vent til eitt undirskot. Innflutningurin økist Á tølunum sæst, at innflutningurin av vørum til Føroya økist. Samlaði innflutningurin vaks við umleið 10% í 1997, og orsøkin er tann, at virksemið í landinum økist. Innflutningurin av vørum til beinleiðis nýtslu var í 1997 9%, og tað samsvarar nøkulunda við lønarvøksturin í samfelagnum. Lønarvøksturin í Føroyum var í 1997 8%. Tað eru serliga tríggir bólkar sum hava øktan innflutning. Vit innflyta 17% meira fóður, 19% meira av vørum til byggivirki, og 30% meira av maskinum og aðrari útgerð. Hyggja vit eftir vørubólkinum >>til byggivirki<<, so síggja vit, at vit í 1997 innfluttu næsta tvífalt so nógv, sum vit gjørdu í 1994. Tað merkir í stuttum, at tað er komin meira >>futtur<< í byggivinnuna enn tað hevur verið, og tað er at gleðast um. Sum nevnt vaks innflutningurin av fóðuri í fjør við 17%, men tað man ikki >>skaða so nógv<<, tí útflutningurin av laksi og sílum vaks við heili 69%. Útflutningurin eisini upp Á útflutningssíðuni er eisini vøkstur, men tað sum her ger seg serliga galdandi er, at prísirnir hækkaðu nógv í fjør. Útflutningsnøgdin var á leið tann sama sum árið fyri, bert 2% lægri. Fyri ávísar bólkar var fallið tó størri. Útflutningurin av ísaðum og frystum fiski minkaði við 18% og útflutningurin av fiskaflaki minkaði við 10%. Hinvegin vaks útflutningurin av laksi og sílum við heilum 69%. So broytingarnar í nøgd uppviga stórt sæð hvørja aðra. Stór príshækkan Men tað sum ger tann størsta munin eru prísbroytingarnar. Sum nevnt útfluttu vit 18% minni av ísaðum og frystum fiski í nøgd, men í virði var lækkingin bert 1%. Orsøkin er prísvøkstur. Av ísaðum og frystum fiski útfluttu vit 10% minni, men virði var 8% hægri. Orsøkin var prísvøkstur. Tað sær eisini út til, at vit selja meir og meir av smápakkaðum vørum. Tíggju teir fyrstu mánaðarnar av 1996 útfluttu vit 11.464 tons fyri í alt uml. 250 mió. krónur. Í 1997 var hesin útflutningur vaksin til 12.107 tons fyri íalt uml. 301 mió. krónur. Í nøgd er økingin 6%, men í virði er hon 21%. Og eisini her er orsøkin prísvøkstur. Men tað sær hugaligt út. So er spurningurin, um hetta verður varandi. Tað hevur verið tosað um, at einasti vegur, prísurin kundi fara, var niðureftir. Men á tíðindafundinum fríggjadagin segði Bjarni Olsen, at prísurin hevði hildið ta høgu leguna teir báðar síðstu mánaðirnar av árinum, og at tað tí vóru útlit til, at handilsjavnin gjørdist enn betri. Gjaldsjavnayvirskot uml. 1 mia. kr. Handilsjavnin hevur eisini ávirkan á gjaldsjavnan, og á fundinum fríggjadagin segði Bjarni Olsen, at vit kundu roknað við einum gjaldsjavnayvirskotið fyri 1997 uppá uml. 1 milliard krónur. Tað merkir, at uttanlandsskuldin við árslok er komin niður á uml. 2 milliardir. Tað er í sær sjálvum ein ótrúlig gongd, tí í 1990 var uttanlandsskuldin heilar 8,5 milliardir krónur. So ikki kann sigast annað enn, at tað hevur gingið framá. Men so skal eisini sigast, at vit nú tala um nettouttanlandsskuld. Tá er bæði tann almenna skuldin og privata ognin roknað við. Bruttouttanlandsskuldin er, sambært Hagstovu Føroya, uml. 10 milliardir, so tað er enn langt á mál hóast alt. Tað er tí av sera stórum týdningi, at Føroyar framhaldandi hava yvirskot, bæði á handils- og gjaldsjavnanum. Sum nevnt aðrastaðni í greinini, so kann yvirskotið á handilsjavnanum rættiliga skjótt broytast til eitt undirskot, um innflutningurin framhaldandi veksur, og útflutningsvirðið minkar. Fiskifrøðingarnir hava spátt niðurgongd í veiðuni, men á fundinum fríggjadagin segði Bjarni Olsen, at tað út frá fyribilstølunum sá út til, at veiðan hevði stabiliserað seg. Og tað er bara at vóna, at hann hevur rætt. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Frá trongdarveiting til tørvsveiting Forsorgardeildirnar hjá Almannastovuni kring landið eru afturlatnar hósdag og fríggjadag í hesi viku. Veitingarnar hjá teimum, sum eru undir forsorgini vegna arbeiðsloysi, skulu undir nýggja skipan 1. januar í ár, varð lógarbroyting í grein 9 í forsorgarlógini, sett í gildi.. Arbeiðsleys undir forsorgarlógini skulu hereftir fáa hjálp eftir tørvi, og ikki sum higartil, eina fasta veiting. Trongardarveitingin var 125% av fólkapensiónsupphæddini, umframt viðbøtur fyri hvør barnið. Tørvsmetingin verður útroknað fyri hvønn einstakan, og eftir, hvat viðkomandi hevur tørv á í gerandisdegnum. Forsorgardeildirnar skulu nú rokna út, hvat hvør einstakur persónur undir forsorgarlógini vegna arbeiðsloysi, skal hava útgoldið. Tað er hetta arbeiði, ið verður gjørt í vikuni. Kristian Magnussen, landsstýrismaður í almannamálum, sigur, at nýggja skipanin gevur eitt rættvísari býti. Øll fólk undir forsorgarlógini vegna arbeiðsloysi, fingu áður somu krónuupphædd, sæð burtur frá, hvønn tørv tey høvdu. Nøkur høvdu ikki brúk fyri tí, meðan onnur fingu ov lítið, sigur Kristian Magnussen. Nú fáa øll somu tænastu. Tørvsveitingin er ein grundupphædd, umframt ískoyti til uppihald og rímiliga fastar útreiðslur. Tó er eitt loft, eingin fær meir útgoldið enn í mesta lagi úr ALS, sigur landsstýrismaðurin. Hvussu nógv kostar umleggingin tí almenna? Ein ávís meirupphædd verður, men vit hava tikið hædd fyri hesum á fíggjarlógini. Tað týdningarmesta er, at fólk nú fáa stuðul eftir tørvi, sigur landsstýrismaðurin. Umleið 500 fólk kring landið, eru undir hesi skipan. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard á internetinum Tríggir føroyskir politiskir flokkara hava nú fingið egnar heimasíður á internetinum. Hvørja viku hevur Jóannes Eidesgaard eitt tíðindabræv á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum, sum hýsir politiskum sjónarmiðum Tíðindabræv nr.1 frá 8. febr. 1998 Nýggja tøkniliga menningin hevur nú eisini givið okkum politikkarum enn ein møguleika at bera okkara politiska boðskap fram. Og júst hetta at fáa politsku boðini og politisku áskoðanirnar út til fólk er ein sera týðandi partur av politiska arbeiðinum. Tí vil eg sum formaður Javnaðarfloksins heilsa heimasíðuni hjá flokkinum og teimum møguleikum, hon nú gevur, vælkomnum. Ætlanin er nú, at vit regluliga, t.v.s. eina ferð um vikuna, senda út eitt tíðindabræv út á heimasíðuni, har vit siga okkara hugsan um tað, sum er uppi í tíðini. Møguleikar eru so hjá teimum, sum vitja okkara heimasíðu, at tey kunnu gera viðmerkingar og siga sína hugsan um tað, sum flokkurin førir fram. Á henda hátt fáa eisini vit at vita, hvussu okkara sjónarmið verða móttikin, og tú sum lesari hevur so eisini møguleika at gera vart við teg. Seinasta veljarakanningin vísir týðiliga, at tað, sum í dag mest upptekur fólk í Føroyum, eru okkara viðurskiftu við Danmark. Tað er ein týðilig "polarisering" um spurningin loysing ella samband, meðan loysnir, sum ikki ganga ímóti hesum báðum, hava verri møguleikar fyri at fóta sær. Men henda polarisering hevur harumframt eina týðiliga slagsíðu ímóti loysingini, meðan sambandsstøðan stendur munandi veikari. Men eitt annað, sum er sera sermerkt fyri tíðina beint nú er, at onnur viðurskiftu í samfelagnum lítlan ella ongan áhuga hava millum fólk. Hvussu okkara samfelagsviðurskiftu eru á so nógvum øðrum økjum sær út til at hava minni týdning enn tær kenslur, sum komu í kjalarvørrinum av bankamálinum. Einki verður í løtuni tosað um t.d., hvussu okkara útbúgvingarpolitikkur er, hvussu umstøðurnar eru hjá lesandi í Føroyum, hvussu okkara heilsuverk virkar, hvussu støðan er hjá pensionistum , hvussu støðan er hjá einligum forsyrgjarum, hvussu støðan er hjá barnafamiljum, hvørjar íløgur eru skilagóðar, ella hvussu útjaðarin skal klára seg í kappingini við miðstaðrøkið? Men sjálvsagt verður tað m.a. okkara uppgáva í Javnaðarflokkinum at taka slík mál sum hesi við í eitt komandi valstríð, tí tað er einki dulsmál, at fyri okkum hevur altíð vælferðin hjá vanliga føroyinginum vigað tyngri enn nakað annað mál, eisini tað tjóðskaparliga. Men í spurninginum um okkara ríkisrættarligu støðu, so er tað ein veruleiki, at bæði Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin hvør í sínum lagi hava uppskot, sum ikki vinna frama í einum meiriluta á Føroya Løgtingi. Loysingin hevur undirtøku millum kanska í dag góð 20%, meðan støðan hjá Samabndsflokkinum bert hevur undirtøku frá uml. 20%. Restin t.v.s. 60% av veljarunum vilja varðveita ríkisfelagsskapin, men vilja tó samstundis, at vit gera neyðugar broytingar. Tað er henda fjøldin, sum uppskot Javnaðarfloksins um sjálvstýrsilóg og setan av eini stjórnmálanevnd roynir at gera seg til talsmann fyri, men vit náa ongum máli uttan at vit fara inn eitt politiskt samstarv við aðrar flokkar á tingi, sum eisini vilja hava broytingar. So í løtuni ber so framvegis til at siga, at bestu garantar fyri, at einki hendir á sjálvstýrisleið eru Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin. Broytingar verða bert gjørdar av einum meiriluta, so einfalt er tað. Jóannes Eidesgaard floksformaður Adressan á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum er: http://www.faroenet.fo/javnadar/ Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava eisini heimasíður. Adressurnar hjá teimum eru: Sjálvstýrisflokkurin: http://www.faroenet.fo/sjalvstyri/ Sambandsflokkurin: http://www.faroenet.fo/samband/ Leo Poulsen Arbeiðið er væl úr hondum greitt Íslendingar halda, at tað hevur tikið í so langa tíð, men nú liðugt er, eru teir sera væl nøgdir við úrslitið Ísleifur er gamla Durid úr Klaksvík. Hann er nú heimahoyrandi í Vestmannaoyggjunum í Íslandi, og tó at skipið upprunaliga var bygt á Skála Skipasmiðju í 1976, os var tað kortini meiri av tilvild, at teir aftur komu hendavegin, nú skipið skuldi hava eina størri yvirháling. Gunnar Jónsson sigur, at teir høvdu fingið eini 7-8 tilboð upp á arbeiðið, men at tilboðið frá Skipasmiðjuni á Skála var hitt mest áhugaverda. Tí tóku teir av. Tilboð vóru annars komin ymsastaðni frá, sjálvandi úr Íslandi, men eisini úr øðrum londum; eitt nú Polen. - Prísurin var sjálvandi tað týdningarmesta fyri okkum, og tað var eisini tí vit gjørdu av at taka við tilboðnum úr Føroyum, sigur Gunnar Jónsson, sum umframt at vera skipari eisini er annar av eigarunum av Ísleifi. Lodna og sild Teir báðir Gunnar og Leivur Ársælsson keyptu bátin úr Klaksvík í 1981, og hava síðani rikið hann. Gunnar sigur, at fyrstu tvey árini gekst ikki so væl, tí lodnan bleiv burtur, og tá hetta er størsti parturin av fiskiskapinum, gjørdust hesi tvey árini tung. Men síðani gekst betur í hond, og seinastu fim árini hava verið heilt góð. Serliga hevur tað verið góði lodnufiskiskapurin, ið hevur havt stóran týdning. Umframt lodnu fiska teir eisini sild. Hetta fer fyri tað mesta fram í íslendskum sjógvi, men nú sildin tykist at hava tikið gamla ferðingarmynstrið upp aftur, royna teir eisini í føroyskum sjógvi. Eisini fylgja teir sildini í norskan sjógv, og teir hava roynt nokk so fitt í Loynikrókinum. Men Gunnar sigur, at tað hevur ikki órógvað viðurskiftini við norðmenn, tí teir leggja ikki so nógv lag í, um sild verður fiskað har. Alt verður landað í Íslandi, tí báturin hevur ikki kølitangar, og kann tískil ikki sigla langt við veiðini. Alt verður avreitt til fiskamjøl. Hevur drigið út Sum nevnt er lodnufiskiskapurin avgerandi fyri úrslitið hjá bátinum, og tí heldur Gunnar Jónsson, at tað hevur drigið nakað langt út at fáa bátin lidnan. - Vanliga tekur lodnan seg upp um mánaðarskiftið januar/februar. Men íslendsku havkanningarskipini hava ikki enn rakt við lodnu, og tað boðar ikki frá góðum, sigur Gunnar Jónsson. Sum kunnugt er eisini verkfall í íslendsku fiskivinnuni, og tí høvdu teir ikki sloppi út kortini. Av tí sama er vandin heldur ikki so stórur, um enn arbeiðið hevur drigið nakað longur út enn roknað var við. Ein eygleiðari hevur verið í Føroyum alla tíðina síðani báturin kom higar 4. september, og umframt hava teir skiftst at verið her soleiðis, at altíð tveir ella tríggir mans hava verið á skipasmiðjuni. Seinastu tríggjar vikurnar hava so fleiri mans verið her, nú báturin var um at vera liðugur. Ísleifur fór aftur til Íslands í fyrradagin, og Gunnar Jónsson væntaði, at teir sluppu til fiskiskap rímiliga skjótt. - Verkfallið hevur so mikið stóra ávirkan á íslendska samfelagið at eg rokni við, at Altingið leggur uppí og steðgar tí við lóg, metti hann. Vanliga eru einir 14-15 mans við Ísleifi. Leo Poulsen Støðugt arbeiði til 80 fólk - Eg síggi tað avgjørt sum ein fyrimun, at skipasmiðjurnar á Skála og í Havn eru undir sama hatti. Hetta merkir m.a. at skipasmiðjurnar sleppa undan at gera íløgur í somu tól og lutir, og gerast harvið rationellari. Og eingin hevur mist nakað við, at skipasmiðjurnar nú samstarva so tætt, sigur Gunnar Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni á Skála Fyri snøggum ári síðani keypti Tórshavnar Skipasmiðja trotabúgvið á Skála, sum tá æt Skipasmiðjan Føroyar. Fleiri røddir vóru tá frammi um, at tað fór at minka um kappingina og harvið at økja um kostnaðin, at allar skipasmiðjurnar nú fóru í sama pott. Hesum vísti Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju tó aftur og vísti á, at skip høvdu nakað, ið nevnist skrúva, og tískil kundu sigla hartil, ið besta tilboðið fekst. At hetta vísti seg rætt sæst kanska best á tí arbeiði, ið Skipasmiðjan á Skála hevur havt, síðani teir veruliga fóru í gongd í mars mánaði í fjør. Størri parturin av arbeiðinum stavar nevniliga frá umvælingum av útlendskum skipum, serliga íslendskum, men eisini grønlendskum og av Hebridunum. Og hetta má sigast at bera boð um, at príslegan hjá skipasmiðjunum í hvussu er er kappingarfør við útlendskar skipasmiðjur. Stórt arbeiði Sosialurin vitjaði inni á Skála mánadagin, og tá løgdu teir síðstu hond á eitt rættiliga stórt arbeiði upp á íslendska nótabátin Ísleifur. Hetta er fyrrverandi Durid úr Klaksvík, sum júst var bygd á skipasmiðjuni á Skála í 1976. Alt afturskipið er gjørt av nýggjum niður í kjøl, umframt at høvuðsmaskinan er skift. Somuleiðis er við báðum ljósmotorunum. Hartil er nógv onnur smáarbeiðir gjørd soleiðis, at skipið mest sum er nýtt, nú tað fór avstað til Íslands aftur. Hetta er størsta arbeiðið, ið skipasmiðjan hevur havt, síðani hon fór í gongd aftur, og hevur verið við til at tryggja støðugt arbeiði til tey um 80 fólkini, ið starvast á Skipasmiðjuni á Skála. Men nógv annað hevur verið at gjørt, og tá Sosialurin vitjaði mánadagin stóð m.a. Akraberg inni í turrdokkini og Norðleivur (fyrrverandi Stiðjabarmur) á bedingini. Og við bryggju lá strandfaraskipið Dúgvan, sum skal hava nýggja síðuskrúvu setta í. Hevur gingið væl Gunnar Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni á Skála, sigur, at arbeiðið við umbyggingini av Ísleifur hevur gingið væl. Hann sigur, at tíðarætlanin hevur hildið sum soleiðis, men at av tí at nógv kom aftrat eftir at teir vóru byrjaðir, er upprunaliga tíðarætlanin broytt nakað. - Upprunaliga var ætlanin, at skipið skuldi vera liðugt 7. januar, men orsakað av, at tað komu fleiri smáttaríir at gera aftrat, og at veðrið hevur verið heldur ólagaligt, hevur arbeiðið drigið út til nú, sigur Gunnar Mohr, stjóri. Hann vísir eisini á, at arbeiðið var rættiliga umfatandi, og teir møguliga hava forroknað seg ein ringan deil. Men alt í alt hevur gingið heilt væl, og tað eru mest omanfyri nevndu orsøkir til, at báturin ikki gjørdist liðugur fyrr. Sum nevnt er Ísleifur ein nótabátur, og eftir røttum skuldi hann nú verið farin á lodnuveiði, men av tí at tað deils er verkfall millum íslendskar fiskimenn, og at teir deils ikki hava sæð nakra lodnu enn, er skaðin eingin at tosa um. Í vánaligum standi Skipasmiðjuni tørvaði eina hjálpandi hond, tá hon varð keypt fyri einum ári síðani. - Alt var meiri ella minni niðurslitið, og tí var neyðugt at bøta um, áðrenn farið var undir veruligt arbeiði. Kortini hava íløgurnar ikki verið tær heilt stóru. Vit hava keypt ein nýggjan 55-tons krana og tvær málingalyftir, men tað er so at siga einastu íløgurnar, vit hava gjørt her inni, sigur Gunnar Mohr. Men tá er sjálvandi bert talan um at leggja vanliga umvælingararbeiðið til rættis. Skuldi talan verið um nýbygging, mátti nógv meiri verið gjørt við skipasmiðjuna, og tí hava teir ikki hugsað serliga nógv tann vegin - í hvussu er ikki enn. Teir hava tí heldur ikki verið serliga úti um seg í tí sambandi, men skuldi møguleikin víst seg, verður hetta sjálvandi umhugsað. - Vit hava møguleika at byggja skip upp til 13 metra breidd og upp til 60-70 metra longd inni í byggihøllini, so tað er sjálvandi talan um ein munandi vøkstur í kapasiteti, men sum sagt er einki á pappírinum tí viðvíkjandi í løtuni, sigur Gunnar Mohr. Hevur stóran týdning Sum er hevur skipasmiðjan nóg mikið at gera við vanligar umvælingar og umbyggingar. Hetta er eisini nakað, ið kastar annað og meiri av sær enn júst til skipasmiðjuna. Fleiri aðrar fyritøkur njóta gott av serliga umbyggingunum. - Tað er jú ofta so nógv annað, ið skal gerast enn júst tað, ið vit gera. Til dømis kann nevnast, at í sambandi við umbyggingina av Ísleifur hava bæði El-service, Byggiservice og Oilwind havt arbeiðir umborð. So tað eru ikki bert vit, ið fáa nakað burturúr, vísir Gunnar á. Hann vónar samstundis, at góða úrslitið við hesi umbyggingini kann gera íslendingar meiri varðugar við møguleikarnar í Føroyum, og kanska draga fleiri íslendsk skip hendavegin. Tí hevur tað stóran týdning, at íslendarar eru nøgdir við arbeiðið, ið gjørt verður. Nóg mikið sum er Tað er eingin loyna, at tá talan hevur verið um skipasmiðjuna á Skála, so er hon beinanvegin sett í samband við russisk skip. Hetta kundi so kanska eisini verið ein møguleiki, men helst ikki tað fyrsta, ið skipasmiðjan fer at hugsa um. - Nei, vit hava als ikki verið í sambandi við nakran handanvegin. Sjálvandi kundi tað verið ein møguleiki, men sum er, hava vit nóg mikið við vanligar umvælingar og umbyggingar, so vit hava heldur ikki gjørt nakað fyri at kanna tann møguleikan, sigur Gunnar Mohr. Í løtuni leggja teir størri dent á at halda viðlíka tey sambond teir hava fingið til Íslands, Grønlands og Hebridurnar. Men hartil kemur sjálvandi allur hin føroyski flotin, sum jú við jøvnum millumbilum hevur umvælingar, umbyggingar ella vanliga klassan fyri neyðini. Hugsa ikki um oljuvinnu - enn Eitt annað, ið sum kunnugt er nógv frammi í hesum døgum, er ein møgulig oljuvinna við Føroyar. Men hetta er eisini nakað, ið liggur frammi í tíðini fyri skipasmiðjunnar viðkomandi. - Sjálvandi fylgja vit við, men vit hava ikki gjørt nakað serligt fyri at gera okkum til reiðar til eina slíka vinnu. Og hon liggur fyri okkara viðkomandi longri frammi á vegnum. Men kemur tað hartil, at farið verður at leita, og at olja finst undir Føroyum, so er tað avgjørt ein møguleiki fyri okkum eisini, sigur stjórin á Skipasmiðjuni á Skála. Oljuvinnan er sum kunnugt nakað, sum í fall kann kasta rættiliga fitt av sær til føroyskar fyritøkur, og sjálvandi eisini innan skipasmiðjuøkið, men væntandi er kortini, at aðrir vinnubólkar í størri mun kunnu gera sær dælt av hesi vinnu at byrja við. Men sjálvandi tá og um boripallar fara at stinga seg upp rundan um okkum, verður eyðvitað brúk fyri tí, ein skipasmiðja kann gera eisini. Støðugt arbeiði Tað sigur seg sjálvt, at eitt so stórt arbeiðspláss hevur stóran týdning fyri fyrst og fremst Skála, men eisini aðrar bygdir í Eysturoynni. Arbeiðsfólkið kemur nevniliga frá fleiri ymsum bygdum í oynni. Og arbeiðið er støðugt. Munur er kortini á, tá skipasmiðjan var upp á sítt størsta og hevði nýbygningar umframt stórar umvælingar og -byggingar. Tá gav hon arbeiði til eini 250 fólk. Men frá at hava ligið mest sum still í nøkur ár, er nú rættiig gongd komin á, og eini 80 fólk hava nú støðugt arbeiði. Og tað sær heldur ikki so galið út frameftir. Gunnar Mohr, stjóri, sigur, at teir í løtuni ikki hava nakað størri arbeiði á pappírinum, men at smáumvælingar og annað gevur teimum nóg mikið í eina tíð fram. Og tað er jú ikki so galið. Ella sum stjórin sjálvur sigur tað: - Tað hongur saman hjá okkum. Skrappur Sambært veljarakanningini fær Kristiligi Fólkaflokkurin bert ein tinglim, men hann kemur eisini flúgvandi inn Jan Müller Álitisváttan til formannin FLEST allir flokkar vilja helst samstarva við Javnaðarflokkin. Fólkaflokkurin tó undantikin. Og harafturat peika flestu veljararnir á Jóannes Eidesgaard sum tað besta løgmansevni. Ja, hann liggur fremri í huganum millum tjóðveldisveljararnar enn nakar tjóðveldismaður. HETTA merkir kortini ikki, at Javnaðarflokkurin rekur ein leiðarapolitikk, sum Finnbogi Ísakson sigur við Dimmalætting í gjár, samstundis sum hann leggur afturat, at Tjóðveldisflokkurin rekur ein flokspolitikk. Hetta er burturvið. TRUPULLEIKIN er meira hann, at Tjóðveldisflokkurin hevur torført at semjast um ein persón. Í tingbólkinum er Heini O. Heinesen formaður, men úteftir teknar Finnbogi Ísakson flokkin við sínum greiðu og vælformuleraðu áskoðanum, við politiskum perspektivi og broddi í. Mótvegis innantóma og óstruktureraða rakstrarrópspolitikkinum hjá formanninum, sum vit minnast frá fimtiárunum og seinast í sekstiárunum, tá Tjóðveldisflokkurin lítla ávirkan hevði á førda politikkin. TÁ alt hetta er sagt, so má bara ásannast, at Javnaðarflokkurin liggur ikki væl fyri í kanningunum, og tekki formansins hevur ikki ávirkað veljararnar at taka undir við Javnaðarflokkinum. TAÐ er sjáldsamt í vesturheiminum, at ein sosialdemokratiskur arbeiðaraflokkur bara fær 16-17 prosent av atkvøðunum. Framgongdin frá seinasta vali er lítil og eingin, og bæði valúrslit og vánaliga støðan áttu at fingið flokkin at tikið í egnan barm og greina støðuna. Í seinasta valskeiði kom álvarsamur kinkur í samstarvið við fakliga tilvitandi stuðlar floksins, uttan at leiðsla floksins gáaði nóg væl um, ella tók støðuna í álvara, og hetta gjørdi, at grundarlagið varð tikið undan flokkinum, sum fór í helvt. TÍ áliggur stórt arbeiði hjá floksleiðsluni at fáa samansjóðað arbeiðararørsluna aftur. Og somuleiðis áliggur tað floksleiðsluni at sannføra føroyska veljaran um, at einasta realistiska leið í tjóðskaparspurninginum er uppskot Javnaðarfloksins um eina sjálvstýrislóg. Tað er ikki meiriluti fyri loysing og Tjóðveldisflokkurin trýr sjálvur ikki uppá, at tað letur seg gera. Somuleiðis má flokkurin sannføra veljaran um, at hann framvegis er sosial trygdin í samfelagnum. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Hann veksur vindin upp í skrið av landsynningi og eystri og móti kvøldi regn. Hitin millum 2 og 4 stig. Fríggjanáttina hvassur vindur av útsynningi, framvegis regn og hitin um 6 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Fyrst hvassur vindur av útsynningi og vestri og regn. Hitin um 6 stig. Seinni hækkar hann upp í útnyrðing og minkar vindin nakað. Tað klárar kanska í og regn- ella vátaslettingsælingur. Hitin fellur niður millum 2 og 5 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og vestri og ælingur, partvís vátaslettingur. Hitin um 3 stig. Eitt skifti minkar hann vindin og tað klárar í, men út á mánadagin snarar hann í landsynning og veksur vindin til skrið og hitin veksur upp í ein 5 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst sunnanfyri Ísland grynnist. Eitt hátrýst yvir Alpunum stendur mestsmum í stað. Eitt lágtrýst sunnanfyri Svalbard ferðast eisini lítið. Í dag: Eitt lágtrýst yvir Norður-Atlantshavinum fer í landnyrðing og fer væntandi fríggjanáttina tætt framvið Føroyum í ein útnyrðing. Fríggjadagur 13. februar 1998 Áki Bertholdsen Møttu ikki upp at tosa um barnaansing í Havn Tá ið sosiala nevnd hjá býráðnum í Havn skuldi hava fund um ein tann størsta, sosiala trupulleikan í høvuðsstaðnum kom onki burturúr, tí ein meiriluti í nevndini møttu ikki upp. - Eg taki tað heilt einfalt sum at summir býráðslimir hava ov lítlan áhuga fyri barnaansingini. Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd hjá býráðnum fór sum av torvheiðum heimaftur úr býráðnum seinnapartin týsdagin. Hon hevði kallað sosialu nevnd saman seinnapartin týsdagin at viðgera ein hin størsta, sosiala trupulleikan, sum yvirhøvur er í býnum: Tað ovurstóra trotið á dagrøktarplásum. Yvir 400 børn standa nú á bíðilista, og fundurin í Sosialu nevnd skuldi viðgerða spurningin um, hvussu ein partur av dagrøktarneyðini kundi loysast. Býráðið hevur sett 2,5 millión av til "aðra barnaansing", sum tað verður nevnt. Tvs, at hetta er peningur, sum er settur av til barnaansing afturat tí, ið sett av til barnagarðar, vøggustovur, og aðra barnaansing í býnum. Og fundurin í Sosialu nevnd týsdagin skuldi nettupp viðgerða spurningin um, hvussu hesir pengarnir skuldu brúkast. Ætlanin var, at gera eitt tilmæli, sum býráðið kundi taka støðu til á næsta býráðsfundi. Og málið hevur skund, tí næsti býráðsfundur verður longu hóskvøldið. Tríggir møttu ikki Men fundurin týsdagin bleiv eitt stórt vónbrot og púra onki kom burturúr. Tí tá ið avtornaði, møttu bara tveir av teimum fimm limunum í sosialu nevnd á fundi. Tað vóru tær báðar konurnar í nevndini, Elin Lindenskov, formaður og Katrin Dahl. Hinvegin møttu ongin av teimum trimum monnunum í sosialu nevnd á fundinum. Teir eru Kaj Leo Johannesen, Heðin Mortensen og Ingi Mohr. Og táið tríggir nevndarlimir av fimm ikki møta, er nevndin ikki viðtøkufør. Tí fekk nevndin onki gjørt við málið týsdagin sum ætlað, og tær báðar konurnar máttu heimaftur sum av torvheiðum. Elin Lindenskov sigur, at fundurin var settur at vera klokkan trý, seinnapartin týsdagin. Men táið tær báðar, Katrin og hon, høvdu bíðað til fánýtis til klokkan fimm minuttir í fýra, mátti hon ásanna, at fleiri limir komu ikki, og tá sleit hon fundin . Tær bíðaðu kortini í fundarhølinum í einar tjúgu minuttir aftaná tað. Men klokkan eitt korter til fimm var var heldur ongin komin. Ongin áhugi Elin Lindenskov sigur, at hon tekur hetta heilt einfalt, sum tað, at summir býráðslimir ikki hava nóg stóran áhuga fyri, huvssu vit loysa trupulleikan við barnaansingini í býnum. Fundurin varð avtalaður eina viku frammanundan og leygardagin fingu teir skránna útflýggjaða. Hon sigur, at tað kemur ner sera óvanligt , at nevndir í býráðnum ikki eru viðtøkuførar av tí at ov fáir nevndarlimir møta upp. Hon minnist bara eina ferðina áður, at hetta er hent í sosialu nevnd. Hon sigur, at hon hevur tosað við onkran av monnunum í nevndini, og hann segði bart út, at hann hevði gloymt fundin. - Spurningurin er so: Hví gloymir ein býráðslimur ein fund um eitt so týdningarmikið mál, spyr Elin Lindenskov. Hon sigur, at sjálv tekur hon tað, sum um áhugin fyri málinum er ov lítil. - Hjá summum er tað ikki so spennandi politikkur at fáast við barnaansingarmál. - Hjá teimum er barnaansingin kanska meiri enn tvørleiki, heldur enn ein avbjóðing. Tey flestu vilja ikki Elin Lindenskov sigur, at útgangsstøðið hjá Sosialu nevnd var m.a. kanningin, sum býráðið herfyri gjørdi um barnaansingina Yvir 400 foreldur blivu spurd um tey høvdu tikið- børnini úr stovni, ella av bíðilista, um tey afturfyri fingu 1.500 krónur um mánaðin í kontantum frá býráðnum. Men tað er lítil áhugi fyri. Av teimum yvir 400 spurnarbløðunum, fekk býráðið bara 178 aftur. - Og av teimum vóru tað bara 38, sum vóru sinnað at taka børnini av bíðilista og tvey vildu taka tey úr stovni. - Hini 138 vildu heldur hava røktarpláss til børnini enn fáa 1.500 kr. frá kommununi, sigur Elin Lindenskov. Sjálv er hon hart ímóti kontanthjálpini, tí hon heldur, at tað eggjar til svarta dagrøkt og svartarbeiði og er ongn varandi loysn. Hon heldur, at frægasta loysnin er at byggja tey fýra býlingshúsini, Tað Millum Gilja, tað á Flat, tað á Ternuryggi, og tað Undir falli út, so pláss verður fyri 20 børnum afturat í hvørjum. Hon sigur, at tvey av teimum kunnu byggjast út fyri tær 2,5 milliónirnar, býráðið hevur. - Men tað merkir ikki, at ikki onnur uppskot kunnu verða góð, og vit eru opin fyri øllum uppskotum, sigur formaðurin í Sosialu nevnd. Og nú fer hon so at royna at savna nevndina aftur týsdagin, tí tá hevur hon kalla sosialu nevnd aftur til fund. Hevði ikki tíð Tað eydnaðist okkum bara at fáa fatur á tí eina býráðsliminum, í sosialu nevnd, sum ikki var á fundi týsdagin. Tað er Heðin Mortensen, sum sigur, at hann hevði ikki tíð at fara á fundin. - Tað var harmiligt, at so fáir møttu upp, men sjálvur fekk eg ikki verið á fundi. - Tað er avgjørt ikki vanligt, at fundirnir ikki eru viðtøkuførir, tí ov fáir býráðslimir møta upp. men táið øll ganga og bíða eftir hvørjum øðrum, kann slíkt henda. - Eg var upptikin øðrum, týdningarmiklum arbeiði og slapp tí ikki á fundin, hóast hann eisini er týdningarmikil. - Fundurin var lagdur uttanfyri vanliga fundartíð við tað, at hetta var ikki vanlig fundarvika hjá okkum, og tí passaði alt ikki saman, sigur hann Hann hevði ikki givið avboð til fundin, tí hann hevði ætlað sær at lukkast á tann fundin eisini, men tað miseydnaðist, tí hitt dróg út. Annars vísir hann á, at hann er ikki í meirilutanum í býráðnum. Og hann hevði fingið at vita, at meirilutin onki onki ítøkiligt uppskot at leggja fyri nevndina. Tí helt hann ikki, at hetta hevur skund akkurát til komandi býráðsfund. - Men hetta venda vit aftur til, og tað skal nokk laga seg, sigur Heðin Mortensen Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Vit fáa bert ein møguleika Eru føroyingar ikki við í oljuvinnuni frá byrjan, so verða vit als ikki við, sigur Marner Jacobsen, virkandi stjóri í Føroya Sparikassa, um orsøkina til at teir hava sett pening í Atlantic Petroleum Tað er tann øvugta verð. Føroya Sparikassi er partaeigari í nýggja oljufelagnum, men Føroya Banki er ikki. Vit hava spurt Marner Jacobsen, virkandi stjóra, um orsøkina til, at Sparikassin er farin við í tiltakið. Hann sigur, at vit mugu minnast til, at vit fáa bert ein kjans í oljuvinnuni. Eru vit ikki við frá byrjan, so verða vit als ikki við. - Fyri at kunna gera nakað um seg í oljuvinnuni, so er neyðugt við nógvum kapitali, og vit vita hvussu torført tað er at útvega partapening í Føroyum. - Vit halda at hetta er eitt gott tiltak, og tað skuldi ikki detta niðurfyri av tí at vit ikki vildu hjálpa til. Marner Jacobsen ger vart við, at sparikassin bert eigur uml. 8 prosent av partapeninginum, og at hesin lutur minkar, tá meira partapeningur verður teknaður. - Ongin partaeigari kann eiga meiri enn 20%, og vit tryggjaðu okkum, at tað fer at standa øllum í boði, at tekna partapening. - Her er ikki talan um ein eksklusivan klubba sum vit stuðla, men eina fyritøku sum verður fyri allar føroyingar. - Fyri okkum er talan um eina passiva íløgu og vit fáa onga ávirkan á hvussu felagið verður rikið, sigur Marner Jacobsen, at enda. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Bankin ynskir oljufelagnum alt tað besta - Men vit verða noyddir at hyggja eftir allari heildini, og tí valdu vit ikki at vera við í stovnanini av Atlantic Petroleum, sigur Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka Í tíðindaskrivinum, sum Atlantic Petroleum undir stovnan sendi út fyrradagin, stóðu nøvnini á øllum feløgunum sum hava tikið stig til stovnanina av felagnum. Harímillum stóð Føroya Sparikassi, meðan Føroya Banki ikki stóð nevndur millum stigtakararnar. Gitingar hava verið frammi um orsøkina, og vit hava tí spurt Jørn Astrup Hansen, stjóra í Føroya Banka, hví teir ikki eru við í stovnanini av einum tílíkum felag. - Vit vóru bodnir og vóru við á teimum fyrstu kunnandi fundunum, men sum einasti banki, eru vit noyddir til at vera eitt sindur varnir. Vóru vit partaeigarar í nýggja felagnum, so kundi tað takast sum um at vit høvdu valt síðu. - Men vit vilja fegnir vera bankasamband hjá Atlantic Petroleum. Jørn Astrup Hansen sigur, at tað eftir teirra uppfatan ikki er rætt, at bankin er eigari av einari fyritøku, og tað er ein av orsøkunum til at bankin valdi ikki at fara upp í Atlantic Petroleum. - Eina tíð áttu vit í Fiskavirking, og eg haldi ikki at úrslitið av tí var so gott. Bankaarbeiðið snýr seg um diskretión Jørn Astrup Hansen heldur, at tað er týdningarmikið, at bankaarbeiðið verður hildið atskilt frá øðrum arbeiði. - Fáa vit eina oljuvinnu í Føroyum, so merkir tað, at tað koma feløg úr útlandinum hendavegin, og vit vilja eisini vera bankasamband hjá teimum - Og teir skulu vera tryggir, tá ið teir koma til okkara, tí vit eiga ikki lut í nøkrum felag. - Teimum nýtist ikki at óttast fyri, at vit brúka teir upplýsingar, vit fáa frá teimum í okkara egna felagið. Jørn Astrup Hansen samanber annars bankaarbeiðið við arbeiðið hjá einum katólskum presti. - Ein kundi sum kemur inn til okkara, skal verða fullvísur í, at upplýsingarnir ikki koma kappingarneytunum í hendurnar, og tað kunnu øll feløg vera. Bæði Atlantic Petroleum og onnur feløg sum koma til landið, um ein oljuvinna kemur í gongd. Lutfalsliga lítið felag Jørn Astrup Hansen er fegin um, at føroysk vinnufólk hava tikið seg saman um eitt slíkt tiltak. Men hann ger vart við, at felagið er rættiliga lítið. - Ein partapeningur uppá 30 milliónir er ikki so stórur í einari oljuvinnu, og felagið verður tí eitt avmarkað íkast í eina oljuvinnu. - Tað merkir at felagið ikki kann spjaða íløgur sínar í fleiri >>konsortiir<<, men má halda seg til eitt avmarkað øki. - Men vit ynskja teimum alt tað besta framyvir, og teir skulu verða hjartaliga vælkomnir at gerast kundar í Føroya Banka, sigur Jørn Astrup Hansen. Leo Poulsen Fiskidagalógin enn ov ógreið Avmarkingar í fiskivinnuni hevur verið eitt mál, sum nú í nøkur ár hevur verið álagt skipunum. Men enn er parturin um >>umsetiligheit<< ov ógreiður, og tað ætlar John Petersen at gera nakað við Lógin um fiskidagar heldur enn kvotur var rættiliga nýggj, tá John Petersen tók við sum fiskimálaráðharri. Framman undan høvdu vit havt eina skipan við kvotum, sum hóast eina ávísa umsetiligheit vísti seg at virka alt ov illa. Einki var tosað um tað, men onkur hevði illgruna um, at ikki alt fór reiðiliga fram í sambandi við kvoturnar. Møguleikin var í hvussu er til staðar, at skip, sum landaðu uttanlands, kundu rætta í avreiðingarseðlunum, so toskur kanska kom at eita kongafiskur. Ein annar illgruni var, at skip tveittu fyri borð aftur fisk, um kvotan á hesum fiskaslagi var uppi ella um at vera uppi. Og sum heild virkaði kvotaskipanin ikki av tí besta, og tí var avgjørt at royna eina aðra skipan. Hetta gjørdist so til fiskidagaskipan. Men hóast henda skipanin virkar betri enn kvotuskipanin, so eru tó framvegis ávísir lutir í skipanini, sum kundu verið greiðari. Og hetta ætlar John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at gera nakað við. Ógreitt Sum er ber til at handla fiskidagar millum skip, og í øllum vanligum førum er einki til hindurs fyri hesum. Men tað er framvegis eitt sindur ógreitt hvussu farið verður fram, tá menn til dømis ynskja at koyra eitt skip úr flotanum so at eitt annað skip kann fáa fiskidagarnar. Lógin bleiv broytt í fjør summar soleiðis, at staðfest varð, at umsetiligheitin var galdandi í 10 ár. Men ongar greiðar reglur eru fyri, um eitt nú skip verða kasta saman, ella sum nevnt at skip verða koyrd úr flotanum, fyri at onnur skip skulu fáa fiskidagarnar. - Tað er ein ávís ábending um, at tendensurin gongur tann vegin, og tað kann so eisini merkja, at vit fáa eina ávísa útskifting og harvið eina endurnýggjan av flotanum. Men reglurnar eru ikki heilt greiðar hesum viðvíkjandi, og tí má tað fáast upp á pláss, sigur John Petersen. Landsstýrismaðurin sigur, at stór orka hevur verið løgd í at fáa fiskidagaskipanina at virka. Men enn er sum nevnt henda ógreiða í, og hon skal burtur, áðrenn fiskidagaskipanin kemur at virka heilt eftir ætlan. Leo Poulsen John Petersen, landsstýrismaður: Flotin eigur at endurnýggjast Í sambandi við at íløgustuðulin fellur burtur 1. mars, verður arbeitt við einari nýggjari lóggávu, sum í stóran mun stílar ímóti, at møguligur stuðul í mestan mun skal nýtast til at endurnýggja flotan, sigur John Petersen John Petersen, landsstýrismaður Tað gerst meiri og meiri greitt, at studningurin heilt eigur at vera tikin burtur úr fiskivinnuni. 1. mars fellur íløgustuðulin burtur hjá teimum bátum, ið enn hava henda stuðul, og í tí sambandi arbeiðir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, John Petersen, við einari nýggjari lóggávu fyri studning ella stuðul til fiskivinnuna. - Vit mugu vera sera varnir tá talan er um stuðul, tí annars kunnu vit lættliga enda aftur í teirri støðu, sum vit vóru í í 80-unum, sigur John Petersen. - Studningur hevur í ávísum førum verið neyðugur, í styttri tíðarskeiðum og í skiftistíðarskeiðum, men vit eru komin hartil nú, at studningur ikki longur er neyðugur at hava inni í skipanini, sigur landsstýrismaðurin. Talan verður kortini framvegis um eina ávísa játtan til fiskivinnuna, og tað er hetta lógarsmíð, ið nú verður arbeitt við. Men peningurin skal ikki nýtast sum íløgustuðul ella ískoytisstuðul. - Peningurin skal í mestan mun nýtast til endurnýggjan av fiskiflotanum. Men kortini við ávísum treytum, sigur John Petersen. Ikki upp á gjøt Hesar treytir eru ikki fast ásettar enn, men talan verður um at avmarka aldurin á skipum, sum kunnu fáa stuðul til eitt nú umbygging. Hugsast kundi ein aldur uppá til dømis 5 ár, soleiðis at skip eldri enn hetta ikki fingu nakran stuðul í sambandi við keyp ella umbygging. Serliga hetta seinna er týdningarmikið, skal flotin endurnýggjast. - Ansa vit ikki eftir hesum, kunnu vit lættliga enda aftur í somu støðu sum í 80-unum, tá gomul skip vóru umbygd í hópatali. Fleiri av ídnaðartrolarunum vóru tá umbygdir til feskfisk við stuðli, men hetta førdi sjálvsagt onga endurnýggjan við sær, vísir John Petersen á. Tað er ein sannroynd, at meðalaldurin á fiskiflotanum er vorðin hægri, og hetta merkir alt annað líka, at skipini eisini gerast meiri ótíðarhóskandi og minni effektiv. Tað er heldur eingin loyna, at hóast flotin er minkaður munandi seinastu árini, so er hann framvegis í størra lagi. Línuskipini ein møguleiki Sum dømi um, hvussu ein møguligur stuðul til fiskivinnuna kundi verið nýttur vísir John Petersen á, at fiskidagarnir hjá størru línuskipunum eru ov fáir í tali, eisini um kvotan við Ísland verður tikin við. Og tí verða hesir bátar noyddir at royna á djúpri leiðum. - Tað kundi tá verið hugsandi, at hesir bátar fingu stuðul til at sett frystarí umborð, og møguliga eisini um talan bleiv um eina ávísa hagreiðing umborð, sigur landsstýrismaðurin. Eitt annað dømi, sum John Petersen nevnir er, at hjá minna útróðrarflotanum gongur kanska ikki altíð so lætt at manna bátarnar. - Nú hava norðmenn ment eina nýggja egningarmaskinu, sum hevur víst seg at virka sera væl. Tað kundi tí verið ein møguleiki at nakrir bátar settu eina slíka egningarmaskinu umborð. Harvið høvdu teir loyst manningartrupulleikan samstundis sum teir, ið vóru við bátinum, fingu eina størri úrtøku, sigur John Petersen. Hesar egningarmaskinur eru royndar umborð á føroyskum bátum og hava víst seg at virka sera væl. Men enn er henda lóggáva so á tekniborðinum, og tí kann ikki sigast nakað um tað endaliga uppskoti sum er. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Janusar­løta í Norðurlandahúsinum Leygardagin 14. februar kl. 16, heldur Hanus Andreassen, rithøvundur, fyrilestur um bókmentaligu ævisøgu J.H.O.Djurhuus, sum nú er liðug. Tórshavnar Manskór syngur sangir eftir skaldið og Páll Danielsen og Súsanna Tórgarð, sjónleikarar, lesa yrkingar Komandi leygardag - tann 14. februar - fer rithøvundurin Hanus Andreassen at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum um skaldið J. H. O. Djurhuus og ta bókmentaligu Janusar-ævisøguna, sum nú er liðug. Fyrilesturin verður kl. 16 seinnapartin. Høvundurin fór longu fyrst í 801árunum undir at savna saman tilfar til verkið. Tann 2. januar 1990 setti hann seg at skriva handritið. Fyrsta bind kom út í 1994, annað bind í 1995, og triðja og seinasta bind sá dagsins ljós tann 11. desember í fjør. Longu nú er semja um, at her er talan um slóðbrótandi bókmentagransking. Bókin hevur ein forkunnugan bygnað og skrivingarlagið er eyðkent av stílkenslu og samstundis so livandi, at tað hugtekur eina breiða lesarafjøld. Í fyrilestrinum fer Hanus at greiða frá, hvussu hugskotið til hetta verkið vaks fram, hvørja hugsanir búgva undir tí, og hví tað hevur fingið júst tann bygnað, tað hevur. Hann fer eisini at peika á nakrar høvuðstættir í Janusar lívi og skaldskapi og seta teir í samband við rák í Føroya søgu og mentasøgu í 20. øld. Upplestur og sangur eru eisini á skránni. Fólk fáa høvi til at hoyra Tórshavnar Manskór syngja tríggjar sangir eftir Janus. Og Páll Danielsen og Súsanna Tórgarð fara at lesa yrkingar eftir skaldið. Tey, sum leita niðan í Norðurlandahúsið henda seinnapartin, fáa eisini høvi til at ogna sær signerað eintøk av ævisøguni um skaldið, annaðhvørt við at keypa bindini hvørt sær ella ogna sær verkið alt sum tað er. Eisini verður høvi til at ogna sær heildarútgávuna frá 1988 av Janusar yrkingum, sum Chr. Matras greiddi til prentingar. Tað er Rithøvundafelag Føroya og Mentunargrunnur Studentafelagsins, sum skipa fyri Janusarløtuni uppi í Norðurlandahúsinum. Rithøvundafelagið hevur fyrr saman við Norðurlandahúsinum skipað fyri tiltøkum av hesum slag m.a. um Jens Paula Heinesen, Regin Dahl og K. O. Viderø. Í heyst fyrireikaði felagið saman við Forlagnum Fannum eina bókmentaløtu um Steinbjørn B. Jacobsen. Slík tiltøk eru vanliga væl vitjað. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Heimavirkisting og lega í summar Norðurlendska Heimavirkissamtakið skipar í summar fyri tveimum áhugaverdum tiltøkum, eitt er í Lofoten í Noregi og hitt er í Skjern í Danmark Fyri tveimum árum síðani var Heimavirkislega í Føroyum, og nú hava føroyingar - kvinnur, menn og børn, møguleikan at fara til Danmarkar ella Noregs, har nógv forvitnisligt er á skránni fyri áhugaði innan heimavirking, ella bert hava hug at uppliva okkurt annað. Fyrsta tiltakið verður í Skjern í Danmark í døgunum 1. - 5. juli. Fyri yrkislærd Heimavirkistingið er meira yrkislærd fólk, sum seta sær stevnu at tosa um felagsmál. Á skránni eru fyrilestrar, orðaskifti um vinnu og framleiðslu, framsýningar um heimavirking eins og verkstaðir, har fólk hava møguleika at royna seg. Øll eru vælkomin at luttaka, sigur Fía Petersen, nevndarlimur í Føroya Heimavirkisfelag. Hóskiligt fyri barnafamiljur Hitt tiltakið í Lofoten er Heimavirkislegan, sum í høvuðsheitinum snýr seg um at virka við handaligum arbeiði Umframt tað handaliga arbeiðið, verður eisini nógv forvitnisligt at uppliva í stórfingnu náttúruni har norðuri í landinum. Heimavirkislegan vendir sær til allar aldursbólkar. Hetta er sama legan, sum varð hildin í Føroyum. Her verður serliga gjørt nógv burturúr at hava nakað fyri børnum, og er serliga væl hóskandi fyri familjum, sum eru áhugaði fyri at gera eitthvørt annað, umframt at ferðast í summarfrítíðini, sigur Fía Petersen. Ikki neyðugt at vera limur Tey, sum eru áhugaði fyri at fara á annaðhvørt Heimavirkistingið í Danmark, ella Heimavirkisleguna í Noregi, kunnu venda sær til Fíu Petersen á telf. 13967, fyri at frætta nærri um tiltøkini. Føroya Heimavirkisfelag hevur havt sjálvstøðuga umboðan í Norðurlendska samtakinum í 11 ár. Leo Poulsen Annika Joensen, stjóri á Ferðaráð Føroya: Barbara einki vónbrot - Vit høvdu miðað okkara ætlan móti Norðurlondum, og tí kom tað ikki illa við hjá okkum, at Barbara ikki varð innstillað til ein Oscar, sigur stjórin á Ferðaráðnum Tað hevur óivað verið eitt vónbrot fyri mong, at filmurin hjá Niels Malmros, Barbara, ikki slapp gjøgnum nálareygað og varð innstillaður til Oscar-virðislønirnar, tó at hann frá danskari síðu var førdur fram sum teirra boð uppá virðisløn. Men á Ferðaráð Føroya eru tey ikki vónbrotin, tó at ein slík nominering kundi fingið stóran týdning fyri ferðavinnuna. - Okkara Barbaru-projekt var alla tíðina miðað móti Norðanlondunum, og tí kemur tað ikki sum nakað vónbrot. Vit hava alla tíðina arbeitt út frá, at filmurin ikki fór út um Norðurlond. Sjálvandi høvdu vit vónað og vóna framvegis, at filmurin kann verða seldur til eitt nú Týsklands og Skotlands, men longur enn tað hava vit ikki gjørt okkum nakrar hugsanir um, sigur Annika. Ætlanin við projektinum var, at gera Føroyar sjónligar í Norðurlondum sum eitt ferðamál, og gjøgnum hetta projekt at tvinna filmin Barbaru saman við ferðavinnu. Barbara væl eydnað Stjórin á Ferðaráð Føroya sigur, at projektið eftir hennara metan eydnaðist sera væl. - Í sambandi við frumframførsluna bjóðaðu vit størstu bløðunum og fremstu miðlunum í Norðurlondum til Føroya. Úrslitið gjørdist, at umframt at filmurin fekk nógva umrøðu, so vóru í so at siga øllum bløðum eisini aðrar greinar um Føroyar. Hetta gav eitt lýsingarvirði, sum er ótrúliga stórt, sigur Annika Joensen. Eisini var fyriskipaður ein sonevndur Barbaru-túrur fyri føroysku ferðasmiðunum. Hesir fóru so til teirra útlendis sambond og greiddi teimum frá um hetta tiltak. Á henda hátt kom Barbara at spæla ein stóran leiklut í hesi serligu marknaðarherferð. Og úrslitið hevur sanniliga ikki latið bíða eftir sær. Stórur áhugi - Filmurin hevði frumframførslu í september, og tað merkir, at ein hópur av fólki hevur sæð filmin í heyst og vetur. Eisini hevur Barbara júst havt frumsýning í Svøríki, so ikki kann sigast annað, enn at hann hevur rokkið víða. - Og fyrstu ábendingarnar sýna longu nú, at áhugin er sera stórur. Ferðasmiðirnir í Danmark boða frá hópinum av fyrispurningum, og longu nú eru eisini fleiri bíleggingar gjørdar. Tað sama frætta vit frá okkara egnu skrivstovu í Danmark, sigur Annika Joensen. So longu nú bendir nógv á, at Barbara kemur at hava væntaða virkningin. Og hetta gevur eisini góðar vónir fyri ferðaárið í ár. - Eg eri ótrúliga spent upp á, hvussu summarið fer at hildnast, sigur Annika Joensen, stjóri á Ferðaráð Føroya, sum altso ikki hevði sett nøsina upp eftir øðrum enn Norðanlondum í sambandi við filmin um Barbaru. Nú er rættiliga farið at mala fyri havnarmonnum Havnin hevur altíð verið eftirbátur! Eru útjaðaraøkini komin við onkrum og tað hevur víst seg at borið til, ja, so skulu havnarmenn eisini hava tað. Nú skulu teir hava uppboðssølu, men teir klára ikki at skaffa sínum egnu børnum dagstovnar! Og teir skulu hava flogvøll, men teir klára ikki at fíggja Tórsvøllin! Vit hildu tað, at nú var friður komin yvir flogvallarspurningin, tá ið tingið samtykti herfyri at seta pening av til fasta sambandið um Vestmannasund, men so gjørdi løgmaður Edmund Joensen bart, setti Sámal Petur í Grund frá og tók málið í egnar hendur og legði ís á tað. Soleiðis er ein vanlig niðurstøða hjá einum vanligum vágamanni eftir tað, sum hent er í málinum, og nú hevur løgmaður so eisini givið vind í seglini hjá havnarmonnum viðvíkjandi Glyvursnesi, og tað er einki at siga havnarmenn ringar fyri, at teir snodda henda møguleika, tí teir eru heimsmeistarar í at snodda og apa sær eftir útjaðaraøkjunum. Klárir at seta fót Hugsa vit okkum eitt sindur um, so eru havnarmenn ongantíð verið fyrstir við nøkrum í hesum landi. Hetta segði eg nú ein dagin við góðan vinmann, og eftir at hann hevði hugsað seg um eina løtu, fann hann eitt, har havnarmenn hava verið fyrstir. Teir vóru fyrstir at fáa sær graslíkisvøll! Annars hava havnarmenn ongantíð verið undangongumenn, men so skjótt og knapt útjaðaraøkini hava funnið sær ein nýggjan vinnuveg til tess at menna sítt øki, ja, Gud hjálpi tú mær, so gongur ikki long løta, so eru havnarmenn klárir at seta fót fyri útjaðaraøkini! Tað nýggjasta dømið er uppboðssølan, sum havnarmenn stríðast sum úlvar á skóg at fáa sær, tí útjaðaraøkini hava havt góðar royndir við hesi skipan. Spøkir aftur Og so er Glyvursnes-projektið eisini farið at spøkja aftur, og er tað bara upp aftur prógv um, at hesir havisjúku havnarmenn hava sett sær sum endamál at mergsúgva og oyða alt útjaðaraøkið sum tað er, tí alt skal liggja í Havn! Tað skulu tó ikki stórir heilar til at rokna út, hvussu langt uttan fyri alt vanligt vit og skil ein slík ætlan liggur, og tað krevst ikki stórur roknikunnleiki at seta upp eitt lítið roknistykki, sum jarðleggur eina slíka ætlan og førkar hana bara longur og longur inn í ár 3000 e. Krist. Brúka vit tey upplýstu mátini fyri Glyvursnes vøllin, longd 2500 m, og breiddina á flogvøllinum í Vágum, 150 m, og rokna út, hvussu nógvir fótbóltsvøllir skulu til ein slíkan flogvøll, koma vit til, at tað skulu einir 54 fótbóltsvøllir til henda flogvøll á Glyvursnesi. Tórsvøllur Og taka vit so Tórsvøllin inn í myndina, sum mettur er at kosta einar 26 mió. kr., so verður samlaði kostnaðurin av einum flogvølli á Glyvursnesi einar 1,6 milliardir krónur. Hetta er sjálvandi bara ein rá skitsa, tí her eru sjálvandi nógv onnur tøl sum eisini krevja eina gjølligari viðgerð, t.d. bygningar, útgerð o.a., men hetta er ein lítil samanbering. Spurningur mín er nú, hvussu í allari víðu verð skulu havnarmenn fíggja henda flogvøll fyri knappar 2 milliardir krónur, tá ið teir ikki klára at fíggja ein Tórsvøll fyri 26 milliónir krónur? Og vit kunnu skoyta uppí sum eitt slag av kuriosum og spyrja, hvussu skulu teir fíggja eina slíka íløgu, tá ið havnarmenn ikki klára at skaffa sínum egnu børnum dagstovnar? Ólavur í Beiti Tiltøk Samkoman Immanuel Í kvøld kl. 21: Ungdómsmøti. 12 ár og eldri eru vælkomin. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Jónfinn Petersen talar. Øll eru vælkomin. KFUM & KFUK Í kvøld er opið hús í KFUM. Børn undir 13 ár kl. 19-21. Ung yvir 13 ár kl. 19-01. Øll eru vælkomin til okkara tiltøk og fundir. Frelsunarherurin, Tórshavn Í kvøld kl. 20: Ungdómsklubbur. Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti. Sunnudagin kl. 14. Sunnudagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bøn. Sunnukvøldið kl. 18: Møti. Hoyvíkar skúli Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bøn. Sunnukvøldið kl. 18: Møti v/ Jógvani Steintún o.fl. Øll eru hjartaliga vælkomin. Hvalvíkar Missiónshús Tað verður opið hús í kvøld kl. 21. Øll ung eru hjartaliga vælkomin. Nevndin Frá Bygdarhúsinum á Strondum Leygarkvøldið kl. 21.30: Gospel Café við luttøku av I'AM. Dánial Petersen endar. Frá Kelduni í Skálabotni Leygarkvøldið kl. 21.30 er Gospel Café í bygdarhúsinum á Strondum. I'AM luttekur. Dánial Petersen endar. Sunnudagin kl. 17: Møti við Paula Høj. Sunnudagin kl. 17: Barnamøti. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir verða í Havn í kvøld kl. 20 og kl. 22.30 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). >>Afturljóð<< í Sjónleikarhúsinum Havnar Sjónleikarfelag varð 80 ár 10. febr. Av tí at longu er fullteknað til hátíðarhaldið leygarkvøldið, verður fjølbroytta undirhaldið >>Afturljóð<< fyri almenninginum sunnudagin 15. febr. kl. 16. Kostnaður 30 kr. Aftan á verður ókeypis teaturkafé. Fólk og stovnar, ið vilja fagna felagnum og dugna tí, kunnu lata >>80 ára grunni Havnar Sjónleikarfelags<< eina peningagávu - konto nr. 9181-4139536 í Sparikassanum. Felagið Tórshavn GONGUTÚRUR Leygardagin 14. febr. verður gongutúrur í Hoyvík, Heljareyga og Byrgistanga. Farið verður frá Hoyvíksgarðinum kl. 14.30. Losjan í Havn Í dag kl. 15 hittast tilkomin og eldri til hugna. Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sending in frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Herning, Jylland 21. febr. verður tiltak fyri føroyingar í Jyllandi í Danmark. Tiltakið verður í Josvalskúlanum, Dalgasgade 11, Herning. Byrjað verður kl. 15.00 við hugnaløtu og uml. kl. 16.30 verður evangeliskt møti. Við verða Godtfred Joensen v/ familju. Eisini verður sangur, tala, søga, ljósmyndir o.a. Áhugað kunnu venda sær til Jens Olsen, tlf. 20458073, Símun J. Hansen, tlf. 20660962, ella Svein Askildsen, tlf. 97225623 Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Suðringar og Vágamenn brynjað seg alt meiri til frálandavinnuna Ráðgevin hjá Suður-Vestur Samtakinum arbeiðir við eini ítøkiligari ætlan, sum skal tryggja vinnulívinum í suður-vestur økjunum pláss millum teir fremstu í sambandi við komandi frálandaveitingar Suður-Vestur Samtakið varð stovnað við árslok 1996. Ætlanin við samtakinum var, at tað skuldi hava >>fingurin á pulsinum<< viðvíkjandi oljuvinnutilgongdini. Kommunurnar, og við teimum eisini vinnan í økjunum, skuldu verða til reiðar tá ítøkiligir vinnumøguleikar stungu seg upp í sambandi við eina komandi oljuvinnu. Ein orsøk til at Suðuroy og Vágar saman valdu at stovna hetta samtak var, at kommunurnar í báðum økjum vildu stuðla, at aktiv í Vágum og Suðuroy - ið metast mugu at eiga ein nattúrligan leiklut í eini komandi frálandavinnu - veruliga verða gagnnýtt í tí sambandi. Av tílíkum 'aktivum' kunnu m.a. nevnast: *Flogvøllurin í Vágum er einasta samband loftvegis til útheimin í dag *Virkir í sunnara hálvu hava ávísar royndir við >>oljuvirksemi<< frá Lopra-1 *Oilwind í Vágum er kanska tann mest nýmótans maskinverkstaðurin í landinum *Vágar hava skjótastu/einastu loysnina uppá eitt munagott tyrlusamband *Vágs Skipasmiðja er nærmast økinum og hevur hartil yrkisroyndir frá Lopra-1 *Vágar hava umfatandi know-how og hartil teknisk framkomin amboð á verkstað *Sunnara hálva hevur góðar og náttúrligar fyritreytir fyri veitingarstøð *Um olja verður funnin vestanfyri Føroyar, so er Sørvágur eitt gott boð uppá veitingarhavn *Vágs Skipasmiðja hevur fingið >>blá stempul<< fyri arbeiðið teir gjørdu í Lopra *Oljuvinnan vísir heilsu & trygd stóran ans: Suðuroyar Sjúkrahús er nærmasta loysnin uppá eina bráfeingisstøðu hesum viðvíkjandi. Samtíðis við at Suður-Vestur Samtakið bleiv stovnað, var Suni á Dalbø, cand. scient soc., serkønur í altjóða viðurskiftum, settur sum ráðgevi hjá samtakinum; fyribils sáttmálin var galdandi í 13 mánaðir. Stutt áðrenn jól 1997 avgjørdu kommunurnar í samtakinum at skriva nýggjan sáttmála við ráðgevan; hesin er galdandi til 1. januar ár 2000. Í sambandi við at nýggjur sáttmáli varð undirskrivaður við Suna á Dalbø, bleiv nýggj nevnd vald. Nevndin skal, saman við ráðgevanum, stýra virkseminum hjá Suður-Vestur Samtakinum. Í nevndina komu hesir: Jógvan Krosslá (form.) býráðsformaður í Vági, Jacob Vestergaard, bygdaráðsformaður í Sumbiar Kommunu, Jóannes Klein, bygdaráðsformaður í Miðvági. Eivin H. Jacobsen, Felagskommunan í Vágum, Finnbogi Niclasen, Flogvallarovasti í Vágum, Jákup Egholm Hansen, stjóri hjá P/f Samvinnufelagið, Gudmundur Jacobsen, stjóri á Vágs Skipasmiðju og Mikkjal Sørensen, stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Ráðgevin er í hesum døgum í gongd við at loysa fyrsta arbeiðssetningin hjá nýggju nevndini. Í neyvum samstarvi við útlendskar fyritøkur verður arbeitt við ætlan, ið skal tryggja vinnulívinum í suður-vestur økinum pláss millum tey fremstu í sambandi við komandi veitingar til frálandavinnuna. Miðja verður eftir, at greiða er fingin á øllum viðurskiftum í sambandi við vinnutiltakið áðrenn summarfrítíðina. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Póllendingar komnir til ÍF Fótbóltur: ÍF hevur fingið nýggjan venjara í ár. Hann eitur Piotr Krakowski, og við sær hevur hann fingið tveir póllendingar á liðið Í Fuglafirði eru fólk spent til fótbóltskappingina, ið stendur fyri framman. ÍF hevur fingið nýggjan venjara, Piotr Krakowski, og hann hevur fingið tveir polskar spælarar við sær til Føroya. Talan er um 26 ára gamla álopsleikaran Mariniak Maciej og 30 ára gamla miðvallarleikaran Jaraczyk Jacek. Teir hava báðir spælt ovarlaga í polsku landskappingini, og Mariniak Maciej hevur eisini roynt seg í svenska felagnum GAIS í Göteborg. Sum skilst eru teir báðir fegnir um at vera komnir til Føroyar, og teir trívast væl í Fuglafirði. Tað er sum nevnt polski/føroyski venjarin hjá ÍF, Piotr Krakowski, sum hevur fingið teir báðar hendavegin. Piotr hevur eina fortíð í B71, og í fjør var hann venjari hjá FS Vágum. Ein annar póllendingur, Marek Vierzbicki, hevur spælt saman við Piotr í bæði B71 og FS Vágum, og ætlanin var eisini, at hann skuldi vera í Fuglafirði í ár., men í staðin endaði hann í KÍ. Fuglfirðingar eru tó væl nøgdir við teir báðar Mariniak og Jaraczyk. Fyrr hevur ÍF havt onglendingar á vitjan, og í fjør vóru heili tríggir av slagnum í felagnum. Men sambært Hjalmar Joensen í fótbóltsdeildini hjá ÍF vóru teir ov ungir. - Spælararnir hava gjørt greitt, at skal ÍF hava útlendskar spælarar, skulu tað helst vera royndir spælarar, sum kunnu læra nakað frá sær, sigur Hjalmar Joensen. Hjalmar sigur, at fólk, sum hava skil fyri tí, og sum hava sæð teir báðar nýggju polsku spælararnar, geva teimum sera góð skoðsmál. Sjálvur hevur hann bert sæð teir til venjing einaferð, og tað var konditiónsvenjing, og teir tyktust vera væl fyri, sigur Hjalmar. Gravgangur eftir ÍF-arum ÍF hevur fostrað nógvar góðar fótbóltsspælarar, og nú almenn kapping er millum feløgini um at fáa teir bestu spælararnar, hevur eisini verið gravgangur eftir fleiri reyðum og hvítum úr Fuglafirði. Men ÍF varðveitir so at siga sama liðið, sum felagið hevði í fjør. Tann einasti, sum er ivasamur, er Bárður á Lakjuni, sum hevur fingið eitt tilboð frá GÍ. Hann hevur enn ikki tikið nakra endaliga avgerð, men í løtuni er hann tann einasti, sum er ivasamur. Bæði GÍ og B36 hava ligið framvið eftir at fáa Bartal Eliasen, og hann hevur eisini verið settur í samband við HB, men nýstovnaða stuðulsfelagið hjá ÍF hevur syrgt fyri, at hann verður verandi, har hann er. Egil Zachariassen býr í Runavík, men spælir eisini í ár við ÍF, hóast eitt av feløgunum í syðru helvt av Eysturoynni hevur spurt seg fyri hjá honum, og málmaðurin Erling Joensen verður eisini verandi, hóast okkurt annað felag hevur verið eftir honum. - Tað er kortini stórur saknur í Símuni Eliasen og Magna á Lakjuni, sum eru í Danmark. Símun spælir við Aarhus Fremad, har hann roynir at bróta ígjøgnum, og tað er væl skiljandi, at ein ungur maður roynir at taka henda møguleikan, tá hann fær hann, sigur Hjalmar. Hann sigur, at sjálvt felagið ÍF ikki hevur nakran spælara á lønarlistanum. Teir vilja ikki hava, at nakar óløntur spælari verður ónøgdur, tí summir fáa pengar og aðrir ikki. ÍF hevur heldur ikki gjørt sáttmála við nakran spælara. - Vit hava ikki gjørt nakrar sáttmálar, men stuðulsfelagið varð stovnað í oktober í fjør við tí endamáli at varðveita spælararnar í ÍF umframt at útvega felagnum pening. Hjalmar Joensen ber annars ótta fyri, at við gongdini, sum nú er, fara tað um nøkur ár at vera eini tvey-trý lið, sum fara at ganga á odda í føroyskum fótbólti, meðan hini halta aftaná. - Eitt felag sum ÍF kann ikki útvega so nógvar pengar, at tað kann hava eitt heilt lið á lønarlistanum. Vit hava jú eisini flogbólt, kappróður og badminton at hugsa um, sigur hann. Hann vónar kortini, at tað kann gerast soleiðis, at um eitt felag keypir ein spælara frá ÍF, kann ÍF fáa eitt sindur av pengum fyri hann. - Ein 20 ára gamal spælari, sum verður seldur, hevur kanska verið í felagnum, síðani hann var 7 ár. Felagið hevur brúkt nógva tíð, orku og pening upp á hann, og so er tað spell, um felagið ikki fær nakað burtur úr honum, tá hann verður vaksin, sigur Hjalmar. Bitið seg fast í 1. deild Seinastu árini hevur ÍF ligið og reikað millum botnin av 1. deild og toppin av 2. deild, men nú sær út til, at liðið hevur bitið seg fast í bestu deildini. - Málið er at koma longur uppeftir. Nu má vera liðugt við elevatortilveruni, sum ÍF hevur havt seinastu árini, sigur Hjalmar. Hann roknar við, at kappingin verður hørð í ár. Fyrsti landskappingardystur hjá ÍF verður á heimavølli móti KÍ. Í fjør vann KÍ ikki minni enn 9-1 í Fuglafirði, men hinvegin vann ÍF í Klaksvík - eitt gott dømi um, hvussu trupult tað var at rokna ÍF út í fjør. Næsti dystur er á útivølli móti uppflytarunum úr Sumba, og Hjalmar heldur, at sumbingarnir eiga at verða tiknir í álvara. Kappingarárið í fjør var rættiliga vinglut hjá ÍF. Liðið byrjaði væl og tá fýra umfør vóru spæld, lá liðið nummar tvey á stigatalvuni og hevði ikki tapt í landskappingini. Men so taptu teir 8-3 móti B36 í Gundadali, og so fór at ganga niðureftir. ÍF var kortini ongantíð í niðurflytingarvanda og endaði kappingina miðskeiðis á stigatalvuni. Petur Simonsen var venjari í fjør, og í ár er tað altso Piotr Krakowski, sum stendur við róðrið. Umframt 1. deild skal hann venja 3. deild, 4. deild, unglingar, dreingir og smádreingir - tilsamans seks lið! Men so hevur hann eisini Boga Lervig sum hjálparvenjara. Hann var eisini hjálparvenjari hjá Peturi Simonsen í fjør og er ivaleyst góður hjá venjaranum at hava, nú hann hevur ábyrgdina av seks ymiskum liðum. Hevur Tjóðveldisflokkurin misskilt hvat leiðaraskap er? Sat og lurtaði eftir fimmaranum í gjárkvøldið, og kundi ikki annað enn undrast, tá Anita á Fríðriksmørk førdi fram, at tjóðveldispolitikkarar onki høvdu fingið gjørt viðvíkjandi loysing, tí fólkið ikki vildi, men nú kundi okkurt gerast, tí nú vildi fólkið loysing. Í mínari verð er tað leiðararnir, ið seta kósina út í kortið, og er tað teirra uppgáva, at fáa fólkið við, ikki mótsatt. Sjálvandi er hettar ikki nakað nýtt fyribrigdi í føroyskum politikki, tí tað ið veruliga e3r trupulleikin er, at vit hava næstan ongar veruligar leiðarar, ið hava eina meining, tora at taka avgerðir og standa við tær avgerðir teir hava tikið, sjálvt um tað fær avleiðingar. Vit hava alt ov nógv av teimum, ið skifta meining, sum onnur skifta hosur, tí ein skal gera øllum til passar. Viðvíkjandi tí, Bjørn Patursson førdi fram, so má hansara forslag vera eitt tað mest realistiska higartil. Tað má bera til, at nýta núverandi fíggjarlóg sum grundarlag fyri at kalkulera uttan blokkin, so fólk kann síggja, hvussu ein ætlar at reka hettar samfelag, um ein loysir her og nú. Fólk hevur rætt til at síggja hvørjar avleiðingar/fyrimunir vit hava, um vit frá einum degi til annan, skulu av við blokkin. Útfrá teimum upplýsingum, ið vilja fyriliggja aftaná eina slíka kalkulatión, hevur hann vanligi føroyingurin nakað veruligt at taka støðu útfrá. Tórshavn, 12. febr. 1998 Ása Djurhuus Helena Dam á Neystabø Landsstýrið skal tryggja gott ferðasamband við Skotland Sjálvstýrisflokkurin fer nú at leggja uppskot fyri tingið um at tingið skal heita á løgmann, sum er landsstýrismaður í samferðslumálum um atl leggja uppskot fyri tingið um at stovna felag, sum skal tryggja, at sambandið ímillum Føroyar og Skotland ikki dettur niður fyri. Sjálvstýrisflokkurin fer nú at leggja uppskot fyri tingið um at tingið skal heita á løgmann, sum er landsstýrismaður í samferðslumálum um atl leggja uppskot fyri tingið um at stovna felag, sum skal tryggja, at sambandið ímillum Føroyar og Skotland ikki dettur niður fyri. Í viðmerkingunum til uppskotið siga vit, at meðan Sjálvstýrisflokkurin sat í samgongu saman við Verkamannafylkingini, Sambands- og Javnaðarflokkinum og seinni, tá ið Fólkaflokkurin loysti Javn-aðarflokkin av, vísti Sjálvstýrisflokkurin ferð eftir ferð á, at alneyðugt var við íløgum í flutningskervi okkara, bæði innanlands og til onnur lond. Tað var tó ikki møguligt at vinna undirtøku fyri at seta pening av til at bøta um hesi viðurskifti, hóast tað var greitt, at tað t.d. ikki bar til at røkja framhald av Skotlandsrutuni við verandi skipan. Tá ið Fólkaflokkurin kom í samgongu 11. juni 1996, varð samgonguskjalið tikið til viðgerðar av nýggjum. Í hesum sambandi bleiv sett inn í samgonguskjalið, at flutningurin sjóvegis til umheimin skuldi vera á privatum hondum. Ætlanin hjá táverandi landsstýrismanni í samferðslumálum at skipa siglingina í eitt partafelag, sum bæði almennur og privatur kapitalur stóð aftanfyri, vann ikki frama. Avleiðingin av hesum bleiv, at almenni farma- og ferðafólkaflutningurin til Skotlands varð niðurlagdur, og farmaleiðin latin P/F Skipafelagnum Føroyar at røkja. Serstakliga vóru tað kreftir innan Sambands- og Fólkaflokkin, sum ikki vildu hoyra talan um, at tað almenna skuldi hava ábyrgdina av hesi fyri Føroyar og fyri útflutningsvinnuna alneyðugu farleið. Eitt uppskot um at játta eina upphædd uppá uml. 13 milliónir, svarandi til søluprísin fyri Teistan, sum innskot í eitt partafelag, fall í Løgtinginum. Tað var eyðsæð, at Sambands- og Fólkaflokkurin vildu lívga Skipafelagið, sum í nógv ár hevði víst sína ónøgd við, at tað almenna fíggjaði farma- og ferðafólkaflutning til Skotlands. Landsstýrismaðurin hevði tá ikki annað í at velja, enn at gera avtalu við Skipafelagið. Skipafelagið hevur nú boðað frá, at teir fara at gevast á hesi farleið, og mugu tí bæði Sambands- og Fólkaflokkurin ásanna, at teirra loysn miseydnaðist. Løgmaður, sum sjálvur var heitasti talsmaður fyri, at Skipafelagið skuldi røkja Skotlandsrutuna, umsitur nú samferðslumál, men einki røkist fyri, at hann ætlar at gera nakað í hesum máli. Sjálvstýrisflokkurin vil tí einaferð enn royna, um meiriluti fæst á Føroya Løgtingi fyri at farleiðin millum Føroyar og Skotland kann halda fram. Helena Dam á Neystabø 6. febr. 1998. Neystastuðlar Í sambandi við stovnanina av Atlantic Petroleum, segði Poul Mohr, stjóri, at nú høvdu føroyingar staðið nóg leingi undir neystavegginum og eygleitt útlendingar, ið fóru av stað við tí heila Jan Müller Áræði, vilji og váðafýsni! TAÐ er at fegnast um, at føroyingar hava vilja, áræði og so mikið av váðafúsum kaptali, sum kom til sjóndar mikudagin, tá eitt føroyskt oljufelag varð stovnað. ÚTVIÐ 20 føroyskar fyritøkur hava tikið seg saman at stovna felagið, sum higartil hevur 25 mill. kr. í partapeningi, men nú fer at standa øllum føroyingum í boði at seta pening í. MIKUDAGIN staðfesti so ein av stigtakarunum, Poul Mohr, skipasmiðjustjóri, at felagið hevur ikki bundið seg til eitt ávíst oljufelag, Saga, sum sjónvarpið visti at siga frá í seinastu viku. HETTA er eisini at fegnast um, tí at binda seg til eitt ávíst felag, ella til eitt samtak við fleiri oljufeløgum, kann koma okkum aftur um brekku, sum vit hava víst á áður á hesum stað. TAÐ er rætt at vit taka okkum saman longu nú, seta okkum inn í viðurskiftini, kunna okkum og fáa ta neyðugu vitanina, so vit ikki eru við undirlutan, í samstarvi við aðrar, ella um vit arbeiða sjálvstøðugt. SOMULEIÐIS tykist tað vera rætt, at hetta nýstovnaða oljufelagið, Atlantic Petroleum, ikki virkar á tænastuøkinum, men bara í sambandi við at leita og møguliga bora eftir olju. TÆNASTUVIRKSEMI kunnu annaðhvørt føroyskar fyritøkur gera hvør sær ella taka seg saman í samtøk, føroysk samtøk ella í samvinnu við útlendskar tænastufyritøkur. NÝSTOVNAÐA oljufelagið er vónandi aftur eitt dømi um, at vit eru um at rakna við aftur, eftir bakkastið vit fingu, og at vilji og orka er í føroysku vinnuni, eisini at royna nýggjar leiðir. ENN er fullkomiliga ógreitt, um olja er í undirgrundini, og um so er, um tað fer at loysa seg at fáa hana upp. Men er olja, og vit fáa eina oljuvinnu, so liggur størsta avbjóðingin fyri framman. OG tað er ikki bara ein dansur á rósum. Eftir stuttari tíð verður føroyska samfelagið, sum vit kenna tað í dag, broytt fullkomiliga - vinnuliga, sosialt, búsetingarliga og mentunarliga. HETTA mugu vit eisini hugsa um og fyrireika okkum til, eins og allar avleiðingar - positivar og negativar - mugu greinast út. Skótarnir 60 ár Í sambandi við grein, ið stóð í Sosialinum herfyri um landsfundin hjá skótarørsluni var róð uppundir, at henda rørsla í Føroyum næsta ár hevði 60 ár á baki. Hetta er bert rætt í ein ávísan mun. Ein lesari hevur gjørt okkum varðugar við, at tá talan er um KFUM-skótarnar í Føroyum, er pástandurin í greinini rættur. Men skótarørslan sum soleiðis hevur verið í Føroyum longri enn so. Lesarin ger vart við, at KFUK-skótarnir vórðu settir á stovn í Føroyum í 1928 - 9. mai, fyri at vera heilt nágreiniligur - meðan gulu skótarnir eru enn eldri. Hetta er ein misskiljing, sum blaðmaðurin hevur ábyrgdina av, og harmast hann um mistakið, sum hervið skuldi verið rættað. lp DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Hvassur vindur ella skrið av útsynningi, samdrigið og stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið leygardagin: Fyrst upp í skrið av útsynningi og regn, seinni hækkar han upp í vestan og minkar vindin til stívt andøvsgul. Tað klárar í, men regn- ella vátaslettingsælingur. Hitin fellur niður í 1 til 5 stig. Veðrið sunnudagin: Fyrst upp í ein strúk av vestri, sólglottar, men møguliga regn- ella vátaslettingsæl. Út á dagin veksur hann vindin upp í skrið av suðri og útsynningi og regn vestaneftir. Hitin veksur til 3 til 8 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Hvassur vindur av útsynningi og stundum regn ella ælingur. Hitin millum 3 og 8 stig. Í gjár: Eitt veikt hátrýst skamt norðanfyri Føroyar fer í landsynning. Eitt lágtrýst yvir Norður-Atlantshavinum, umleið 37W-45N fer spakuliga í landnyrðing og grynnist so líðandi. Brúgvalagið haðani beint norðanfyri Skotland fer norðureftir og fer um Føroyar í kvøld og í nátt. Í dag: Eitt hátrýst yvir Europa breiðir seg í vikuskiftinum í útnyrðing til Bretsku Oyggjarnar, men longu týsnáttina fer eitt nýtt lágtrýst av útsynningi norð um Føroyar. Fara nú at taka pakkhúsið niður pakkhúsið niður Nú skal gamla Traderline pakkhúsið á Eystaru bryggju takast niður. Tað er pakkhúsið, su mer fast í farstøðini. Tað varð samtykt á fundi í havnanevndini hjá býráðnum mikukvøldið. Torfinn Smith, formaður í havnanevndini, sigur, at húsið verður tikið niður heilt skjótt. Hann sigur, at húsið í so ringum standi, at tað er onki vert. Samstundis er ætlanin at gera arbeiðsumstøðurnar hjá Strandferðsluni betri. M.a. er ætlanin at gera nýggj, fýra, breið bilaportur í Farstaðarpakkhúsið, so at tað verður høgligari hjá Strandferðsluni at taka ímóti farmi og at sleppa av við farm. Fyribils er ikki ætlanin at byggja nýtt á grundina. Vit ætla at lata grundstykkið liggja tókt til eitthvørt endamál. Men Torfinn Smith væntar ikki, at grundin kemur at liggja við frið leingi. - Tað, kommunan hevur mest brúk fyri, er kaiplássi, pakkhúsum og fyrsti og kuldagoymslu. Samstundis hevur havnanevndin samtykt at bjóðað arbeiðið út at víðka skrivstovurnar hjá Eimskip, sum heldur til í einum pakkhúsið. Eimskip hevur brúk fyri meiri umsitingarplássi. Men tað er býráðið, sum eigur pakkhúsini, og leigar so út. Leygardagur 14. februar 1998 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Skúrarnir eru hjartatátturin í bygdini Í Lorvík er tað konufólkini, børnini og og pensionistarnir sum manna egningaskúrarnar. Egningaskúrarnir eru eitt stórt arbeiðspláss og teir hava eisini stóran, sosialan týdning Fyrr høvdu allar bygdir síni føstu støð, har ið menn hittust at frætta tíðindi og at práta um dagsins viðurskifti. Mangastaðni hava tær nýggju tíðirnar mestsum beint fyri hesum hugnaliga fyribrigdi. Men í summum bygdum eru enn føst savningarstøð, har menn kunnu standa í tímar og práta um leyst og fast. Tað kundi vera undir einum húsum, ella einum neysti um kvøldarnar. Og um dagin var tað mangan bygdarkrambúðin, ella kanska posthúsið, sum er dagligt vagl hjá bygdarfólkinum tær fríløtur, sum eru. Í so máta er Lorvík eitt nummarfyri seg. Tí í Lorvík er tað hvørki neystaveggurin, krambúðin, ella húsaskotið, sum savnar fólkið. Í Lorvík eru tað egningaskúrarnir sum alt lívið snarar um, ikki minst um kvøldarnar og leygardagarnar. Tað er har, fólkið hittist, at lívið er, og heimskreppur verða loystar. Lorvík er útróðrarbygd burturav. Nú eru 12 fult riknir útróðrarbátar í bygdini, At teir eru fult riknir, merkir, at menninir, sum hava teir, liva av útróðri burturav. Fýra av bátunum er stórir, um 50 tons, hinir eru smærri. Fyrr var trupult at rógva út í Lorvík, tí tá máttu bátarnir liggja í Fuglafjørði, og tað var ikki serliga høgligt. - Tað fyrsta, avgerðandi framstigið kom fyrst í sjeytiárunum, táið verulig havn varð gjørd í Lorvík, sigur Ólavur Heinesen, sum er formaður í útróðrarfelagnum í Lorvík. Men annað framstigið, sum var minst líka avgerð-andi, var táið egningarskúrarnir blivu bygdir seinast í sjeytiárunum Í Lorvík eru 10 egningaskúrar, og teir eru allir í brúki dag um dag. -Egningaskúrarnir gjørdu, tað, at útróðrarmenninir, sum til tá høvdu egnt umborð, fluttu egningina í land. Egning ber orð fyri at vera, kalt, skitið og ónossligt arbeiði. Men kortini vísti tað seg, at í Lorvík var tað skjótt, at ein stætt av meiri óvanligum egnarum tók seg upp. - Í Lorvík vóru tað óvitarnir, pensjonistarnir og konufólkini, sum hertóku egningaskúrarnar frá fyrsta degi, sigur Ólavur Heinesen. Hann sigur, at í Lorvík hava tað altíð verið konufólkini, óvitarnir og pensonistarnir, sum hava verið álitini í egningaskúrunum. Men ein grundin til tað er kanska, at tá ið egningaskúrarnir komu, bleiv samstundis gjørt upp við gomlu mytuna um, at tað er skittligt og ónossligt arbeiði at egna. - Egningaskúrarnir í Lorvík eru reinir og ljósir og tað er varmi í teimum. Ólavur Heinesen sigur,m at Lorvíkingar fara sera væl um egningaskúrarnar, og nógvir teirra verða vaskaðir og skúraðir hvønn dag. Og teir eru stórt arbei-spláss. Ólavur Heinesen sigur, at tað kunnu vera upp til 70 fólk og egna um dagarnar, ella um kvøldið. - Og tað er alt skúlabørn, konufólk, pensjónistar, og onnur, sum ikki arbeiða á flakavirkinum. Mundi verðið endin Ólavur Heinesen sigur, at Lorvík var ein lívlig og virkin bygd øll áttatiárini. - Men so mikið harðari rakti kreppan okkum, táið hon kom fyrst í nítiárunum. - Flakavirkið í Lorvík, har eini 80 fólk vunnu til dagligt breyð, hoyknaði og mátti lata aftur. - Og táið virkið fór, rykti tað eisini grundarlagið undan útróðrinum, tí tá bleiv tað so tvørligt at sleppa av við fiskin at tað bar næstan ikki til. Kreppan rakti Lorvík so meint, at táið arbeiðsloysið var uppá tað mesta, ridlaði tað um 30%. - Avleiðingin av hesum var ræðulig. At kalla ikki eitt einasta arbeiðspláss var í allari bygdini. Niðri á keiini var púra kvirt, oyði og bølamyrkt. Og nógv sóu sær ongan annan útveg enn stinga í sekkin og taka til rýmingar. Til dømis nevnir Ólavur, at í 1993, búðu 875 fólk í Lorvík. Í 1995 búðu bara 735 fólk í Lorvík, tvs, at tað vóru 140 fólk rýmd. Talan var sostatt um eina afturgongd uppá 16%. Men síðani fór at kvinka uppeftir aftur, og nú búgva 808 fólk í Lorvík. Saman við flakavirkinum fóru eisini egningaskúrarnir, og SEV kappaði streymin - Og tað mundi blivið endin á bygdini - Eg eri púra sannførdur um, at lótu egningaskúrarnir aftur tá, blivu teir ongantíð aftur uppafturlætnir, sigur formaðurin í útrórðarfelagnum í Lorvík. Ikki minst tí, at frystaríið hevði skjótt blivið oyðilagt. - Men tá haldi eg, at lorvíkingar vístu, hvussu ótrúligt samanhald kann vera í einum lítlum samfelagið, táið tað er harðast kroyst, og, hvussu nógv tað hevur at siga. Og ikki minst vísir hetta, hvussu treiskt eitt fólk kann vera. Tann, sum ikki gav uppat tá, hann yvirlivir alt. Ólavur Heinesen sigur, at útróðrarmenninir høvdu ein fund, har ið teir løgdu fitt av pengum á borðið, hóast ongir vóru fyri at forða fyri, at skúlarnir vórðu afturlætnir. - Vit tóku upp samráðingar við SEV, sum var ómetaliga lagaligt og læt okkum fáa streym. Endin var so, at útróðrarfelagið kom at dríva skúrarnar, sum um tað átti teir. Ólavur Heinesen sigur kortini, at síðani hava lorvíkingar betalt upp til 70.000 um árið í SEV, onkuntíð meiri og tað er heldur ikki heilt onki, heldur hann. -At egningaskúrarnir ikki fóru, bjargaði útróðrarbygdunum í Lorvík.Síðani tíðirnar vendu, er tað hent, at Kjartan Joensen hevur keypt egningaskúrarnar, men útróðrarmenninir leiga teir frá honum fyri eina sámuliga leigu, sum teir eru nøgdir við. Vita, hvat tey tosa um Ólavur Heinesen sigur, at frá fyrsta degi hevur tað verið so, at tað hava verið óvitarnir, báði gentur og drongir, pensjonistarnir, konufólkini, og so menn, sum ikki hava havt fast arbeiði á flakavirkinum, sum hava hertikið egningaskúrarnar. - At tað eru so mong ymisk fólk uppií, ger, at fólk fær eina heilt aðra fatan av av útróðri og arbeiðslívi. - Tað man verða sjálvdan, at bindiklubbaprát snýr seg um egning, men tað kemur fyri í Lorvík. - Tað man heldur ikki vera vanligt, at blaðungar gentur fara at tosa um agn og, húkar og fløkjustampar, tá ið tær hittast á vegnum. Men tað kemur eisini fyri í Lorvík. Ólavur Heinesen sigur, at egningaskúrarnir hava gjørt, at fólk, kunnu vera til nyttu, sum annars brúk ikki er fyri nakra staðni. - T.d. pensjonistarnir. Nógvir eldri menn føla seg fullkomiliga kasseraðar, tí tað er ikki brúk fyri teimum nakrastaðni, hóast teir eru raskir og hava góða heilsu. - Tí er tað reint balsam fyri sálina, at teir kunnu fara ein túr oman í egningaskúrin at egna nakrar stampar. - Men tað skal eisini skoytast uppí, at nógvir mans, sum hava annað arbeiði, eru eisini óførir at taka eina hond í. Tí teir koma mangan oman í skúrarnar at taka nakrar stampar. Men eg hugsi líka nógv, at tað er fyri prátið og fyri at hitta onnur fólk, sum tað er fyri pengarnar. Tey fáa 90 krónur fyri stampin - Og hjá óvitunum, og teimum ungu eru egningapengarnir eitt sera kærkomið ískoyti til lummapengarnar. Ólavur sigur, at hetta fjølbroytta fólkaslagið, sum gongur í egningaskúrarnar, ger eisini, at konufólk og mannfólk, og ymisk ættarlið, verða samansjóðað uppá ein nógv øðrvísi máta, enn tey annars høvdu havt møguleika fyri. - Og tað hevur eisini gjørt, at egningaskúrarnir eru blivnir savningarstaðið í bygdini. Táið Lorvíkingar fara sær ein túr, fara teir ofta oman í egningaskúrarnar at fáa sær eitt prát. - Eg skal siga tær, at tað verða mangar heimskreppur loystar uppiyvir egningini, sigur Ólavur. Hann sigur at enda, at nú sær hann ljóst uppá framtíðina aftur. - Tað er væl av fiski at fáa og nú eru tvey virki í Lorvík, sum keypa fisk. Og prísurin er í topp. Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit hava ikki fingið góða móttøku frá landsstýrinum Útróðrarmenn á Sandi avmarkaðu seg sjálvar fyri at ger tað liviligari. Avmarkingin var rímiliga væl hildin Tað hevur gingið hampiliga væl hjá útróðrarbátunum heima á Sandi. Nú kunnu bátarnir aftur avreiða til virkið í Sandoynni, og tað eru teir fegnir um, sigur Terji T. Dalsgaard, sum er skrivari í útróðrarfelagnum á Sandi. Sands Útróðrarfelag hevði aðalfund fyri einum góðum mánaða síðani og tá varð nýggj nevnd vald. Klæmint Nicodemussen og Brandur Sandoy vildu ikki verða afturvaldir. Ístaðin fyri teir vórðu Michael Olsen og Ragnar Fossdalsá, valdir. Hinir nevndarlimirnir eru Karstin Johannesen, sum er afturvaldur formaður, Terji T. Dalsgaard, sum er afturvaldur skrivari, og Dánjal Hentse, sum er afturvaldur næstformaður. Hinir báðir nevndarlimirnir eru Nicodemus Nicodemussen í Klingruni og Ragnar Fossdalsá. Eykalimur er Sigurd E. Simonsen. Útróðrarfelagið á Sandi er limur í Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna. Aftur til virkið Terji T. Dalsgaard sigur, at tað sjálvandi var eitt bakkast, táið flakavirkið læt aftur. men tað eydnaðist at fáa avtalu við Alfa Seafood í Fuglafjørði um at keypa fiskin. Avtalan var, at bátarnir fingu fastan prís, ið samsvaraði við markanaðarprísin. Hetta samstarv vóru báðir partar sera væl nøgdir við. Men tað hevði tað við sær, at felagið mátti leiga ovaru hædd í virkinum at arbeiða fiskin í, áðrenn hann fór víðari. Neyðugt varð eisini at hækka limagjaldið fyri at fáa fyri leiguna. Nú virkið er farið á aðrar hendur, er limagjaldið aftur lækkað. Terji Dalsgaard sigur, at teir eru nøgdur við prísin teir fáa frá virkinum í Sandi. - Men alt hevur tvær síður. - Ongin uppboðssøla er á Sandi og tað ger, at vit fáa ikki so góðan prís sum teir fáa, har uppiboðssøla er. - Og av tí at virkið er í Sandoynni, fáa vit heldur ikki flutningsstuðul at flyta fiskin. - Men eg haldi, at vit vilja heldur hava virkið, leggur hann afturat. Avmarkaðu seg sjálvar Terji Dalsgaard sigur, at fyri einum ári síðani tók Sands útróðrarfelag eitt heilt óvanligt stig fyri at gera tað liviligt hjá øllum úróðrarbátunum. Teir áløgdu sær sjálvum eina sjálvbodna avmarking við tað, at samtyktu, at ongin skuldi fiska við línu á nøkrum innaru leiðum hjá teimum. Grundgevingin var tann, at nógvir snellubátar lógu á tí økinum, eisini snellubátar úr Suðuroynni, men nakrir fáir línubátar royndu eisini har. Tað gjørdi, at snellan drap ikki livandi. Terji Dalsgaard sigur, at útróðrarmenninir avtalaðu tí sínamillum, at teir skuldu ikki royna við línu á teimum ávísu økjunum. Talan var um Grynnuna, teir nevna tað, har er sandbotnur Hann sigur, at hendan avtalan hevur verið rímiliga væl hildin. Kilo ístaðin fyri krónur Terji Dalsgaard fýlist annars á, at inntøkutrygdin hjá útróðrarmonnum er skerd. Og hann fýlist eisini at mátanum, hon er skerd uppá. Nú skal ein útróðrarbátur hava avreitt fyri minst 9.000 krónur um mánaðin fyri at koma upp í part við inntøkutrygd. - Hetta er at gera grovan mannamun á útróðrarmonnum. - Tí teir, sum búgva við uppboðssølurnar fáa nógv hægri prís enn vit fáa, sum ikki kunnu avreiða til uppboðssølu. - Tí er tað nógv skjótari hjá teimum at koma upp á 9.000 krónur, enn tað er hjá okkum. - Tvs, at vit skulu fiska munandi meiri áðrenn vit sleppa uppum markið. Ístaðin fyri eitt ávíst krónutal, átti eitt ávíst kilotal at verðið ásett, tí so var tað líka fyri allar Terji Dalsgaard sigur, at tað tykist um um útróðrarmaðurin skal ikki kunna vera til í hesum samfelagnum. Og hann heldur, at tað er skeivt at skerja virkismøguleikarnar hjá teimum fult riknu bátunum av tí, at teir, sum eru partvís útróðrarmenn eru "ov dýrir". - Í øllum førum hava vit ikki fingið góða móttøku frá hesum landsstýrinum, sigur skrivarin í Sands Útróðrarfelag. Hann fýlist eisini á umstøðurnar hjá útróðrarmonnum í Als. - Vit skulu bara betala, men kunnu ikki fáa eitt reytt oyra úr ALS uttan at vit selja bátin. Her má og skal broyting koma í, sigur Terji Dalsgaard. Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Føroyar og møguleikar okkara innan grøna ferðavinnu Inga Gunnarsdóttir hevur ferðast kring landið og kanna umstøðurnar fyri grønari ferðavinnu. Hon hevur sett úrslitið inn í sonevndu SWOT-skipanina, sum vit endurprenta her: Styrkir: o Lítið land o Ferðafólkið kemur tætt uppá náttúruna og fólkið o Góð infraskipan (og einføld) o Fjølbroytt og >>livandi<< søvn o Vinarligt fólk, vísa áhuga og eru falsleys o Góður matur, gott prísstøði o Føroyskur matur á matskránni o Hugmyndaríkt fólk, royna ikki at eftirgera øðrum o Tætt upp á havið o Virkið Ferðaráð, landsins ímynd kemur væl fram, góð kunning o Gistingarnar eru flokkaðar o Áhugi í at halda fast við tað gamla og upprunaliga o Sjarmerandi lítlar bygdir Veikleikar: o Lítlar oyggjar, ov skjótt at koma runt o Mangla attraktiónir til longri túrar o Vanta fjølbroyttar gistingar o Vanta facilitetir (WC) úti á smáplássunum o Betri útbúgvið fólk o Mangla skeltir, t.d. á Tinganesi o Ferðaráðið átti at upplýst meiri um, hvussu ferðafólk skal uppføra seg í náttúruni o Ferðaráðið eigur at hugsa meiri um náttúruna og umhvørvið o Meiri umhvørvisrættað ímynd (endurnýtsla og flokkað burturkast) o Hondverk meiri sjónligt o Hvalaveiða Møguleikar: o Aquarium, maritim søvn (gera brúk av tættleikan við havið, upplýsa um fisk, fugl og hval) o Ævintýr tengdar upplivingar (kaving, útróður, bátasmíð) o Innlit í landbúnaðin (ull) o Bóndagarðsgistingar, nýta gomul hús o Nýta váttan (t.d. grøn ferðavinna) o Gera søguna meiri livandi, gera vart við serstøk hús og søgu teirra o Kaffihús á smáplássunum, selja hondverk o Gongutúrar millum bygdir evt. við einum tema (bispastøð) o Myndaferðir o Ferðir við fyrilestri um morgunin (t.d. um útróður) og túrar seinnapartin, sum >>lýsa<< fyrilesturin Hóttanir: o Havið verður dálkað o Lítið land, ferðafólkið má spjaðast o Tilbúgvin at taka ímóti fólki, menningin má ikki ganga ov skjótt o Konflikt millum umhvørvisvernd og ferðavinnu o Aðrar vinnur, t.d. oljan Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nú verður lagt á annan bógv - Fyrstu árini var doyurin lagdur á at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland. Hetta var neyðugt fyri at skapa áhuga uttanlands, og tí var mesti peningurin og mesta orkan løgd í hetta. Men nú er tann parturin fingin upp á pláss, og tí verður nú farið undir innlendis menningina, sigur Annika Joensen Tá Ferðaráð Føroya var sett á stovn var ein ætlan løgd um, hvussu farast skuldi fram. Summi hildu, at frægast var at útbyggja viðurskifti og umstøður soleiðis, at vit vóru til reiðar at taka ímóti tí ferðafólkastreymi, ið kundi koma. Onnur mettu tað var betri, at leggja orkuna í at marknaðarføra landið og á tann hátt fáa greiði á, hvør áhugin var uttanlands fyri Føroyum. Hetta seinna valdi Ferðaráðið at gera, kanska serliga út frá teirri hugsan, at tað var ikki serliga skilagott at gera ov nógvar íløgur í sambandi við ferðavinnuna um tað nú vísti seg, at áhugin fyri at koma hendavegin ikki var hin heilt stóri. Sum sagt so gjørt, og fyrstu árini legði Ferðaráðið so orku og pening í at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland. Hetta arbeiði er nú so langt ávegis komið, at stundin nú er komin at hugsa meiri um umstøðurnar innlendis. Hugsa grønt Tað fall tí væl saman við, at umboð fyri Ferðaráðið á Vestnorden Travel Mart í Grønlandi í september í fjør komu í samband við Ingu Gunnarsdóttir, ið júst hevur serútbúgvi seg í grønari ferðavinnu. Føroyar eru nettup væl egnaðar til júst grøna ferðavinnu, og sum greitt frá í blaðnum hósdagin, hevur Ingun verið í Føroyum, har hon umframt at halda áhugaverdan fyrilestur, eisini ferðaðist kring landið at kunna seg um viðurskiftini. Í hesum sambandi hevur hon sett Føroyar inn í sonevndu SWOT-skipanina (sí aðrastaðni á síðuni), har tað greitt sæst, at Føroyar sum grønt ferðamannaland hava góðar møguleikar at gera seg galdandi. Annika Joensen, stjóri á Ferðaráð Føroya, sigur, at ætlanin nú er at fara undir innlendis menningina, og í tí sambandi er nærliggjandi at kanna møguleikarnar fyri grønari ferðavinnu. - Okkara orka fer í stóran mun at verða løgd í hetta komandi árið, nú marknaðarføringin er komin í skipaða fasta legu, sigur Annika Joensen. Umhvørvið Í ársfrágreiðingini fyri 1997 stendur m.a. at lesa, at Ferðaráðið luttók á eini umhvørvisráðstevnu hjá Nordisk Turistråd í 1997. Í 1998 er ætlanin at gera eina frágreiðing, sum lýsir umhvørvið og ferðavinnu í grannalondum okkara. Øll grannalond okkaraz hava mál og langtíðarætlanir, sum vísa hvussu ferðavinnan, náttúran og mentanin best kunnu virka saman. Slík mál eiga vit eisini at hava, og skal frágreiðingin latast Føroya Landsstýri til víðari viðgerð. Annika Joensen sigur, at tað er av stórum týdningi, at vit, umframt náttúruna eisini kunnu vísa livihátt okkara fram. Hetta má tó gerast á ein slíkan hátt, at tað ikki órógvar ella ávirkar okkara livihátt. - Tað kundi til dømis hugsast, at vit vístu okkara fiskivinnu fram, okkara skipasmíð ella bátasmíð. Eisini tað, at vit kunnu vísa fram søvn, sum eru náttúrlig, hevur týdning, sigur Annika og vísir á Blásastovu í Gøtu, har húsið er varðveitt við gomlum lutum inni í húsunum, sum hava verið har í hundraðir av árum. Náttúrligt - Blásastova er eitt so gott dømi. Har kunnu ferðafólk ganga inni og ikki bert síggja, men eisini nema við lutirnar. Aðrastaðni er púra vanligt, at tú til dømis bert sleppur at síggja ein part av eitt nú einum slotti. Og har mást tú ikki fara inn um girðingar, ið settar eru upp, og lutirnir liggja oftast inni í glasbúrum, so eingin skal nema teir, vísir Annika á. Tað finnast nógvar útleggingar av, hvat økologi er. Flestu seta hetta helst í samband við dyrkan av fruktum og grønmeti, men tað finnast eisini útleggingar av hesum í sambandi við ferðavinnuna. Inga Gunnarsdóttir hetta sum nakað, ið fellur náttúrligt. Og tað er hetta vit eiga at gera okkum dælt av í sambandi við ferðavinnuna. - Tí er tað av týdningi, at vit fáa eina umhvørvisskipan í sambandi við ferðavinnuna. Og tað er júst nakað, vit fara at leggja dent á í ár, sigur Annika Joensen. Eru komin áleiðis Nú skal alt hetta ikki skiljast á tann hátt, at einki er gjørt í Føroyum fyri at nøkta tann tørv, ið ferðavinnan setur. Í roynd og veru er komið væl áleiðis, millum annað við teimum økisfeløgunum, ið eru sett á stovn kring landið. Hesi skipa fyri útferðum og bjóða ferðafólkinum eitt nú kunning gjøgnum tær kunningarstovur, ið eru settar á stovn. Hetta er kanska nakað, ið ikki merkist hjá vanliga føroyinginum, men samstarvið millum Ferðaráð Føroya og økisfeløgini hevur bøtt munandi um umstøðurnar hjá ferðamanninum. Nú skal so ein verkætlan gerast í samstarvi millum Ferðaráðið og økisfeløgini, sum umfatar útferðir og facilitetir annars. Ferðaráðið ætlar at taka so nógvar áhugabólkar sum gjørligt við í hetta arbeiði, so eitt úrslit fæst, sum øll kunnu vera nøgd við. Samstundis verður miðað ímóti at ferðavinnan skal verða burðardygg upp á longri sikt soleiðis, at hetta gerst ein varandi vinna. Og við ætlanunum fyri árið eru lunnar lagdir undir júst hetta. Leo Poulsen Havnar Sjónleikarfelag Skal nú gera meiri fyri limirnar Nú Havnar Sjónleikarfelag fyllir 80 eru ikki bert stórar ætlanir við umbygging av Sjónleikarhúsinum. Felagið ætlar eisini at gera meiri fyri limirnar. Tað skal nú loysa seg at vera limur í Havnar Sjónleikarfelag og at hava limaviðurskiftini í lagi. Felagið hevur m.a. gjørt persónlig limakort, sum geva fyrimunir í nógvar mátar. Serliga væl kemur tað limunum helst við, at teir nú fáa 50% í avsláttri til øll tiltøk, sum felagið skipar fyri. Neyðugt er bert at vísa kortið fram, tá atgongumerki verður keypt. Eisini á annan hátt verður limakortið ein fyrimunur. Um talan er av leigu av húsinum til eitthvørt endamál, tað veri seg fundir, skeið, føðingardagar ella líknandi, verður eisini latið 50% í avsláttri av leiguprísinum fyri húsið. Eitt annað, sum nevndin nú fer undir, er at kunna limirnar um, hvat fer fram í felagnum. Hetta verður gjørt við einum skrivi, sum verður sent limunum einaferð um ársfjórðingin. Til ber hjá áhugaðum at gerast limir við at venda sær til nevndina ella bert fáa ein verandi lim at gera hetta fyri seg. Leo Poulsen Havnar Sjónleikarafelag fyllir 80: Tað er neyðugt at endurnýggja seg alla tíðina Hetta sigur Heðin Mortensen, formaður í felagnum, sum hátíðarheldur dagin við stórari hugnaløtu í Sjónleikarhúsinum í kvøld 10. februar 1918 var dagurin, tá Havnar Sjónleikarafelag sá dagsins ljós. Felagið fór undir virki sítt við góðum treysti, og longu í 1926 stóð Sjónleikarhúsið liðugt, og skapti harvið karmarnar um sjónleikaralistina í høvuðsstaðnum. Men sjálvandi var sjónleikur undir felagnum eisini spældur undan hesum. Hetta fór fram ymsastaðni í býnum, einamest í Teatersalinum, sum tað tá æt. Heðin Mortensen, formaður í Havnar Sjónleikarafelag, sigur, at felagið øll árini hevur verið virki, kanska burtursæð frá einum sløkum tíðarskeiði undir krígnum, tá >>eingilskmenninir<< mest sum yvirtóku Sjónleikarhúsið. Men frá 1948 var aftur farið rættiliga í gongd, og umframt sjónleikin fóru eisini onnur tiltøk fram í Sjónleikarhúsinum, so sum enskur dansur, føroyskur dansur, kabarettir og politiskir fundir. Seinastu 15-20 árini hevur tó so at siga bert verið sjónleikur sýndur í húsinum, m.a. av tí, at stólarnir eru fastir í gólvinum, og av tí at gólvið hellir. Umbygging Heðin Mortensen sigur, at ætlanin er at umbyggja og nýtímansgera allan suðurendan og salin. Norðurendin er nýliga umbygdur, og er tí í sera góðum standi. Fyrst verður farið undir suðurendan, og hetta arbeiði byrjar longu nú mánadagin. Alt verður rivið niður og bygt upp av nýggjum. Trappan ella inngongdin, sum í dag verður suðureftir, skal flytast soleiðis, at hon framyvir skal venda út móti Niels Finsensgøtu. Hetta fer at gera húsið meiri hóskandi, og alt arbeiðið skal eftir ætlanini longu vera liðugt um tríggjar mánaðir. Næsta stigið verður so at nýtímansgera sjálvan salin. Sum longu nevnt eru ikki nógvir aðrir møguleikar enn sjónleikur og kabarett í salinum, sum nú er. Her verður neyðugt at gera nýtt gólv og at fáa nýggjar stólar, soleiðis at salurin gerst meiri flexibul. Hetta fer so eisini at merkja, at onnur tiltøk kunnu havast í húsinum so sum dansur, mótasýningar, politiskir fundir og framsýningar - fyri at nevna nakrar møguleikar. Tá hendan umbyggingin er liðug, skuldi húsið verið væl meiri tíðarhóskandi, og eisini skuldi hetta gjørt umstøðurnar hjá sjónleikarunum munandi betri, vísir Heðin Mortensen á. Hátíðarhalda við kvøldsetu Nevnda umbyggingin er eisini at meta sum ein føðingardagsgáva til limirnar, men meiri ítøkiligt verður dagurin hildin við eini kvøldsetu, sum verður kl. 19.30 í kvøld. Tiltakið er ætlað limunum og innbodnum. Á hesi hugnaløtu fer at vera litið aftur um bak, og brot verða tikin úr sjónleikum, ið hava verið framførdir upp gjøgnum tíðirnar. Men sjálvandi verða ikki stundir á slíkari løtu at gera stórt burtur úr hvørjum einstøkum leiki sær, men Heðin sigur, at hetta verður lættari undirhald við upplestri og sangi úr farnum sjónleikum. Annars verður eisini høvi hjá almenninginum at koma til hesa hugnaløtu, tí bjóðað verður øllum í Sjónleikarhúsið sunnudagin kl. 16, har sýningin verður framførd aftur. Aftaná verður so bjóðað til leikhúscafé, har møguleiki verður at fáa ein kaffimunn samstundis sum húsið verður sýnt fram. Heðin Mortensen, formaður, sigur, at nevndin hevur lagt dent á at fylgja við tíðini. Tað er alla tíðina neyðugt at fylgja við menningini og endurnýggja seg samsvarandi. Sjónleikarhúsið liggur í hjartanum av býnum, og endamálið er, at sjónleikurin í høvuðsstaðnum fær góðar umstøður at menna seg framhaldandi. Edvard Joensen Um Ólav Halga Noregs kongur, Ólavur hin Heilagi, verður mintur um stórar partar av Europa. Alt frá Baltisku londunum um Bretland og suður um Ermasund til Fraklands. Í Føroyum hava vit eisini kallað skip upp eftir honum, skrivar Edvard Joensen í fjórða partinum um skipanøvnEdvard Joensen Edvard Joensen Orðatakið sigur, at: >>Mangur sigur frá Ólavi Kongi, sum hevur ikki sæð hann.<< Og tað er púra vist, at so mangar søgur, sum sagdar eru um Ólav kong Haraldsson ella Ólav hin Heilaga, verður torført at finna makan til aðrastaðni. Tað skuldi kanska verið Paulus, sum umframt Jesus sjálvan hevur fingið líka nógvar søgur tengdar at sær í kristna heiminum. Ein søgn byrjar soleiðis: >>Ein heystardag í árinum 1015 stevndu tvær skútur, fullsettar av hermonnum, móti oynni Selja við Stat í Noregi. Hetta vóru víkingar, sum komu heim aftur eftir ferð í Englandi. Teir fylgdu unga skyldmanni Haralds Hárfagra, Ólavi Haraldssyni, sum í átta ár hevði verið uttanlands. Nú kom hann aftur við miklum heiðuri sum kendur krígsmaður. Hann ætlaði at vinna Noreg.<< Og soleiðis eru so nógvar søgur. Um tær eru álítandi, fara vit ikki at gera so nógv við her. Bert ásanna, at varð Ólavur Haraldsson, sum menn vilja vera við, føddur í 995, var hann bert 12 ára gamal, tá hann fór uttanlands í víking, um vit samstundis halda okkum til søguna, vit júst hava hoyrt. Men hann gjørdist verndarhalgimenni Noregs, og haðani stava ikki so fáar søgur um hann. Ólavur Kongur hin Heilagi fall á Stiklastøðum hin 29. juli 1030, og longu har byrja halgisøgurnar at taka seg upp. Ein teirra er, at sólarmyrking legðist yvir landið, eftir at kongur var deyður. Rætt er, at sólarmyrking var í Noreg um tað mundið, men ikki fyrr enn tann 31. august, hava menn roknað seg fram til. Men eingin ivi er um, at viðhaldsfólk kongs hava lagt rættiliga stóran týdning í hetta, at sjálvt Sólin hvarv, tá kongurin doyði. Men so skal sigast, at hetta við sólarmyrking, tá onkrar ógvusligar hendingar fara fram, er ikki nakað óvanligt at síggja aftur í seinni frásagnum um tilburðin. Og ivaleyst er, at tað er ávirkað av tí, sum Lukas sigur frá, at myrkur, sum vardi í tríggjar tímar, kom um alt landið, tá Jesus varð krossfestur. Millum mongu undrini, sum hendu fyrstu tíðina eftir deyða Ólavs Heilaga, vóru, at hár og neglir hansara hildu á at vaksa, og at blind og sjúk vórðu lekt, tá tey komu fram at kistu hansara. Og so seint sum í árinum 1066 kliptu tey neglir og hár á líkinum. Men síðan varð kistan afturlatin. Og tað var rættiliga skjótt, at fólk fóru at gera pílagrímsferðir til Nidaros til tess at síggja hesi undur. Longu søguskrivarin Adam av Bremen, sum er deyður umleið ár 1085, skrivar soleiðis um hesar pílagrímsferðir til Nidaros: >>Høvuðsstaður norðmanna er Trondheim, sum nú er prýddur við fleiri kirkjum og verður dúgliga vitjaður av nógvum fólki. Har liggur likami av Ólavi sála, hann, sum var kongur og blóðvitni. Við grøv hans ger Harrin í dag stór heilsubótarundur, so tey, sum ikki eru mistrúgvin, fáa hjálp av góðgerðum halgimansins. Og tey koma í stórum tali, eisini úr londum langt burturi. Ferðavegurin er soleiðis, at tey, sum fara við skipi úr Aalborg ella Vendel í Danmark, koma eftir einum degi til norðmannabýin Vik (tað er Tønsberg). Haðani verður siglt fram við Noregs strondum, og verður so fimta dagin komið til Trondheim. Eisini ber til at fara annan veg úr Skaane í Danmark til Trondheim, men hesin vegurin er yvir land og ógvuliga hættisligur, og tí aftra ferðafólk seg við at nýta hann.<< Rættiliga nógvar av søgunum um Ólav Kong siga frá missiónsferðum og kirkjubygging. Kristnanin av Noreg var ein týðandi partur av hansara lívsverki, og mong vilja halda tann allarstørsti. Heimskringla sigur nógv um ferðir hansara í Noreg til tess at byggja kirkjur, og haðani stava ivaleyst eisini nógvar av søgunum. Broyttar alt eftir, hvar í landinum tær hava verið sagdar. Hóast lítið sannlíkt er, at Ólavur Kongur hevur verið á hvørjum garði í Noreg, er neyvan stað, har ikki einhvør søgn er um okkurt, hann skal hava útint júst har. Ein søgn er, at einaferð hann kom til ein garð, har bóndi nevndur Thorstein búði, kravdi hann, at kirkja skuldi byggjast. Thorstein stóð í bønum og sló. Hann noktaði at gera eftir boðum kongs, og helt á at sláa. Men hann var so sintur og trýsti so hart á orvið, at sveipirnir enn síggjast í vøllinum, har hann stóð. Ein onnur - og kanska tann best kenda søgan um hesar kristniferðir kongs - er um, tá hann hitti Dala-Gudbrand á Hundtorp. Hana kenna føroyingar rættiliga væl millum annað frá Gudbrandskvæðinum, sum javnan verður kvøðið í føroyskum dansi. Ólavur hin Heilagi hevur verið mintur um stórar partar av Europa. Alt frá Baltisku londunum um Bretland og suður um Ermasund til Fraklands. Men bestir tykjast føroyingar kortini hava verið við hann, og ongastaðni er hann sum í Føroyum framvegis í metum í dag. Og føroyingar hava eisini kallað skip síni upp eftir honum. Kend eru til dømis nøvn sum Ólavur Hvíti og Ólavur Halgi. Hesin seinni hevur havt serstøðu í føroyskari skipasøgu, og er eisini bók skrivað um hann. Og enn í dag kjakast tingmenn í Føroyum um mál, sum Ólavur Halgi er partur av. Petur Jensen Eitt sindur um at lurta Kann orsøkin til, at ungdómur >>ger so nógv um seg<< hugsast at vera, at tað verður ov lítið lurtað eftir?, spyr Petur Jensen Ungdómurin tykist næstan at hava fyrsta rætt til at kenna seg plágaðan av verðini. Hetta kemur meiri enn kanska aðrastaðni borið fram í yrkingum, tónleiki, filmum og sjónvarpi annars. Ella kanska er tað bara, at ungdómurin er tann parturin av fólkinum í samfelagnum, ið hoyrist best. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað ivaleyst eisini altíð at vera, ljóðar svarið oftast. Men kanska hetta er júst ein av høvuðskjarnunum í hesum spurningi. Kann orsøkin til, at ungdómur >>ger so nógv um seg<< hugsast at vera, at tað verður ov lítið lurtað eftir? Uppreistur, málageipan og tílíkt verður altíð sagt at hoyra ungdóminum til. Fáfongdin og dárskapur verður eisini aloftast tilskilaður teimum ungu, men samfelagið hevur eisini úr at gera við at siga okkum, hvørjar plágur okkara skulu vera, men tá vit so ikki kenna tær aftur, koma vit í eina trupla støðu, orðaði ein vinmaður tað einaferð. Málið, sum ung tosa, er ofta tónleikur, sjónleikur, filmur ella sjónvarp. Hetjurnar eru barbie-dukkur, skræddaraseymaðir popp-dreingir, ið síggja betri út enn loyvt (við smyrsli), ella eru tað plágaðar sálir, ið aloftast drepa seg sjálvan, og tástani gerast veruligar hetjur. Neyðarrópini verða skúgvaði til viks sum tað bera skról. Men soleiðis hevur tað altíð verið. Tøknfrøðiliga gongdin hevur tikið dik á seg hesa seinastu tíðina, og samskiftið tvørtur um landa-, mentanar- og samfelagsmørk er breiðari og meiri umfatandi enn nakrantíð, men spurningurin er, um tað kann loysa nakrar trupulleikar, um veruliga orsøkin til hesar somu trupulleikar er, at vit ikki hoyra hvønn annan. Vit býta okkum sjálv upp í smærri bólkar, sum tosa sama mál, men fara vit út um hesar bólkar, verður brádliga verri. Plágurnar fáa nøvn, men hesi nøvn siga ikki so nógv hvør sjálv plágan er, men heldur, hvussu hon eitur. Hetta virkar eisini til, at plágurnar gerast minni og minni veruligar, bert nøvnini tykjast at vera tað. Vantandi samskiftið ger, at tað tykist alsamt høpisleysari at royna at siga nakað, tí ongin hoyrir teg, og er tí kanska lættari at fara >>út úr sær sjálvum<<, inni í eina dreymakenda tilveru handan skyggjarnar. Tað er eisini lættari at siga tínar loyndir, tá ongin sær teg. Men ein annar trupulleiki við hesum er, at vit gerast fjarari frá teimum veruligu plágunum og meiri innibyrgd í teimum forritaðu, sum onnur sleppa at bera fyri okkum, og vit gloyma tað grundleggjandi, sum er bent framman fyri okkum: hjartað, sálin, og dreymarnir, sum eru inni í okkum, og ikki á harddiskinum. Tað eru hóast alt tær, vit royna at bera út í orð, sangir, yrkingar ella filmar. Øll tykjast at leita, men eru samstundis so upptikin av at skula siga øðrum, hvussu júst tey skulu leita, at veruleikin følnar alsamt. Kanska tað kundi verið eitt hugskot at royna at seta seg niður einaferð, og bara lurta, tí kanska hoyrdu vit ljóð, ið vóru tey somu sum tey, vit royndu at siga - samljóð - ella okkurt, ið kanska líkist. Petur Jensen Plágaðar sálir finna frið Skaldið og tónleikarin Petur Jensen úr Gøtu skrivar um amerikanska rockbólkin Pearl Jam og hugleiðir um tað at lurta og um ungdómin, sum hoyrist so væl Í farnu viku gav amerikanski rockbólkurin Pearl Jam út fløgu. Hetta er teirra fimta fløga, og kallast hon >>Yield<<. Tey eru kanska ikki so nógv, sum longur kennast við navnið Pearl Jam, men teir eru ein sokallaður alternativur rockbólkur úr Seattle. Í 1991 góvu teir sína fyrstu fløgu, >>Ten<<, út. At byrja við gjørdi hon ikki stórvegis um seg, men miðskeiðis í 1992 stormaði hon inn á alheims pallin og staðfesti Pearl Jam sum ein tann mest nýskapandi og slóðbrótandi bólkin í nýggjari tíð. Eitt, sum kanska eisini ávirkaði hesa gongd, var ein annar bólkur úr Seattle, ið bar navnið Nirvana. Í 1991 høvdu teir eitt ótrúliga stórt >>hitt<< við >>Smells Like Teen Spirit<<, eitt lag, ið var einfalt og punk-líknandi, og sum kanska serliga talaði til tað yngra ættarliðið og gav teimum eitt nýtt mál - ella heldur blásti lív í eina rørslu - sum ikki hevði andað leingi. Ungdómurin byrjaði brádliga at tosa opið og alment um trupulleikar, rótloysi, fremmandakenslur og líkasælu við verðina sum tað, ið eyðmerkti tíðarandan og livikor teirra. Tað, at hetta gjørdist so modernað, førdi við sær, at plátufeløg tevjaðu, at okkurt var í ferð við at henda millum tey ungu. Kikarin varð settur móti Seattle, og brádliga vórðu bólkar góðir og kendir, bert tí teir vóru úr rætta býi. >>Grunge<< varð felagsheitið fyri hesum nýggja og alternativa stíli. Hetta orð umfataði allar bólkar, ið fylgdu hesum floymi, uttan mun til hvussu ymiskir teir vóru hvør frá øðrum. Bólkar, ið høvdu livað sína tíð ókendir úti í tøgnini, fyltu gerandisdagin hjá flest øllum ungum. Henda >>trend<< tók skap í USA, men breiddi seg via Bretland yvir alt Europa og allan heimin og kom sjálvandi eisini hendavegin. Í mun til eitt nú Nirvana, var tónleikurin hjá Pearl Jam ikki so einfaldur og lurtaravinarligur. Har Nirvana kanska fyrst og fremst var sprottin úr punksiðinum, høvdu Pearl Jam røtur í tí meiri amerikanska rockinum, har arvurin frá bólkum so sum Led Zeppelin, Jimi Hendrix (ið eisini var úr Seattle), The Who, Fugazi og Neil Young, sást heilt týðuliga. Tað, sum sermerkti Pearl Jam í alstóran mun var sangarin, Eddie Vedder. Hann hevði eina inniliga og djúpa rødd, sum samstundis var hørð, hvøss og rá alt í senn. Hann grundlegði við sínum stíli ein nýggjan skúla, at kalla, fyri sangarar, ið inntil hetta hildu seg meiri til ta høgu, og kanska heldur falsettstýrdu røddina, sum hevði eyðkent sangararnar í 1980unum. Ein av teimum fyrstu blaðmonnunum, ið ummælti fyrstu fløguna hjá Pearl Jam, segði: >>at hoyra Eddie Vedder syngja, fær meg at hugsa um ein stungnan hval, ið pínist svárliga, men undir hesum býr ein vøkur og innilig sál, ið støðugt oysir upp úr sínum djúpastu loyndarmálum<<. Hetta stóðst ikki minst av tekstunum, ið komu fram við málum, sum neyvan vóru sædd áður innan rocktónleikin. Sangirnir tosaðu frítt og beinleiðis um pínu, neyð, longsul, angist og friðloysi. Fyrsta stakfløgan av plátuni >>Ten<< varð lagið >>Alive<<. Hetta er ein syrgilig søga um ein drong, ið fær at vita, at tann, sum hann øll barnaár síni hevur rópt pápa, í veruleikanum ikki er pápi hansara, og veruligi pápin er deyður. Hetta er søgan um truplan barndóm, um ein ungan drong, ið missir alt álit á kærleika, familju, fyrimyndum og myndugleikum. Hetta snúði seg um misnýtslu, incest og onnur viðurskifti, ið ikki vórðu havd frammi í vanliga gerandisdegnum, ella í tónleikinum, sum í 80unum snúði seg um smyrsl, glitur og sukursøtan popp-kærleika. Tekstir um sjálvmorð, mistan kærleika og djúpa angist gjørdust brádliga nýggjasti móti, og Eddie Vedder varð, uttan at hava nakað at siga, kosin talsmaður hjá øllum plágaðum sálum, ið reikaðu um, leitandi eftir onkrum at halda seg í. Pearl Jam gjørdust, saman við Nirvana, uppá ófatiliga stutta tíð ein av heimsins allarstørstu rockbólkum. >>Admire me, admire my home, admire my song, admire my clothes<< (>>Do the Evolution<< av fløguni >>Yield<<) Fyri ein so at siga spildurnýggjan bólk tóktist hetta at vera alt ov nógv at skula svølgja. Stóra trýstið, nógva ferðingin og hetjutilbiðanin gjørdist ov mikið fyri limirnar í Pearl Jam, og teir fingu ikki tíð at fóta sær og finna sín grundvøll í stóra samanhanginum. Teir funnu ikki teirra pláss, og bólkurin var um at upploysast, áðrenn hann hevði fingið stundir at grógva og rótfesta seg í sær sjálvum. Ungdómurin hevði fingið eina hetju at dýrka, onkran at gráta síni tár fyri seg, men hetta legði seg tungt á eina smædna og viðkvæma sál, ið gongur so djúpt inn í tað, hon ger, sum støðan er tað hjá Eddie Vedder. Hetta ráðaloysi førdi við sær, at teir kvettu so gott sum alt samband við almenningin, tað vil siga fjølmiðlarnar. >>Banned by name, the name they gave me, the name I'm letting go<< (>>Brain of J<< av fløguni >>Yield<<) Hetta endaði við, at tá næsta fløga teirra >>Vs.<< kom út, noktaðu teir at traðka fram í sjónvarpi og útvarpi. Einasta undantakið varð, tá líkið av sangaranum í Nirvana, Kurt Cobain, varð funnið, aftaná hann hevði gjørt sjálvmorð. Tá tosaðu Eddie Vedder og bass-spælarin Jeff Ament við MTV, har teir bóðu fólk um at hugsa seg um, tí at teir eisini bert vóru menniskju, ið ikki toldu meiri enn eitt víst. Fyri at undirstrika hetta, noktaðu Pearl Jam at gera nakað videolag. Hetta gjørdi, at MTV ikki hevði nakran møguleika at vísa teir, og soleiðis minkaði altjóða marknaðarføringin í stóran mun. Serliga Bretland og vit í Europa tóktust at missa teir úr eygsjón. Hóast hetta gjørdist >>Vs.<< ein tann skjótast og mest selda fløgan í USA nakrantíð. Tónleikurin var hesu ferð merktur av øði, aggressiónum og hvøssum tekstum, ið ikki lótu nógv vera ósagt. Eddie Vedder tóktist beiskur og troyttur av teimum, ið høvdu skírt hann pínslunnar talsmann og hetju. >>Paint Ed big, Turn Ed into One of his enemies, It's my Blood<< (>>Blood<< av fløguni >>Vs.<<) Pearl Jam gliðu so við og við longur og longri burtur frá teirra >>almenna lívi<<, og tær næstu fløgurnar seldu tískil verri enn so eins nógv og tær undanfarnu. Aftaná >>Vs.<< hava teir neyvan havt nakað >>hitt<<. Í 1994 kom triðja fløgan >>Vitalogy<< út, og tó at hon seldi væl í USA, og eisini verður roknað sum ein væleydnað fløga, gjørdi hon lítið hóvasták her. Henda fløga varð kanska eitt sindur merkt av ráðaloysi, og eitt sindur mistum huga eftir at kenna samhuga við verðini. Her eru góð løg, treyðugt so, men eisini nøkur, ið neyvan kunnu kallast sangir. Serliga hugsi eg um eitt, ið nevnist >>Bugs<<, har bert ein illa farin og allarhelst avgomul pumpiharmonika spælir undir, meðan ein týðiliga rúsaður Eddie Vedder ramsar plágur sínar upp, og hvussu lítið hann orkar at muta ímóti. Sum bólkur tóktist Pearl Jam viknaður nakað, sjálvt um teir tónleikaliga ikki vóru afturfarnir, men tað var kanska slit, ið var farið at gera um seg. Men tey vøkru og sera atmosferisku løgini, sum avgjørt er ein styrki hjá Pearl Jam og Eddie Vedder, vóru ikki horvin. >>I don't want to take what you can't give I would rather starve than eat your breast<< (>>Corduroy<< av fløguni >>Vitalogy<<) Síðani kom fjórða fløgan, >>No Code<<, í 1996. Hon varð av nógvum skírd ein vánalig fløga, og varð søluliga ein niðurtúrur fyri Pearl Jam. Ikki tí, at limirnir í bólkinum endiliga høvdu so ilt av tí - kanska tvørturímóti - men fjølmiðlarnir og tabloidbløðini róptu nú um kapp, at Pearl Jam var ein sokkin skúta. Sjálvur hevur Eddie Vedder sagt, at honum dámdi væl, at fløguni gekst, sum tað gjørdi, tí tað gjørdi, at teir kundu kenna seg veruligari, nú teir bert vóru ein nógv seljandi bólkur, heldur enn >>ein tann størsti<<. Í veruleikanum var >>No Code<< ein ógvuliga eksperimenterandi fløga, ið avgjørt vísti inn á nýggjar leiðir, ið als ikki eru so óspennandi, sum nógv kanska høvdu hug at halda. Konsertferðirnar vórðu eisini væl vitjaðar. Pearl Jam hevur altíð havt eina trúgva kjarnu av viðhaldsfólki, og tey eru neyvan so fá, heldur ikki her á landi. >>There's a sun around the bend<< (>>Around the Bend<< av fløguni >>No Code<<) Í veruleikanum kann sigast, at Pearl Jam, heldur enn at søkka, vóru í ferð við at koma fyri seg aftur. Teir byrjaðu miðskeiðis í fjør at samskifta alt meiri við útvarpsstøðir í USA, og høvdu fleiri konsertir, ið vórðu sendar. Graml hevur enntá verið at hoyrt um, at teir ætla at fara at gera okkurt videolag í nærmastu framtíð, men tað er fyribils ikki játtað. Á >>No Code<< var nýggi trummuspælarin Jack Irons, sum hevur spælt í Red Hot Chili Peppers, at hoyra, og hann verður sagdur at hava bjargað lívinum hjá Pearl Jam. Á >>Yield<< hoyrast eisini týðiligar avleiðingar av leitanini inn á nýggjari tónleikaligar leiðir, sum til dømis tær báðar seinastu fløgurnar bóru boð um, men samstundis eru løgini vorðin meiri heilskapt, og Eddie Vedder tykist at hava funnið sterka pennin fram aftur. Pearl Jam tykist at hava funnið sín sanna tónleikaliga uppruna, sína hill so at siga, og frið við tað, teir eru og gera. Tekstirnir eru búnari, ljósari og eitt sindur meira droymandi og friðfyltir nú, enn teir nakrantíð hava verið. Eitt, sum kanska aldri hevur verið frammarlaga hjá Eddie Vedder, er humor. Hann hevur sjálvur sagt, at hann tekur tað, hann ger, í fullum álvara - kanska ov fullum - men at hann samstundis er spentari, hvat framtíðini viðvíkur, við øllum teimum tøknfrøðiligu broytingunum. Hetta sæst kanska serliga aftur í tveimum løgum, >>Do the Evolution<< og >>Brain of J<< (har serliga tað seinna næstan er stuttligt - ein lítil søga um heilan hjá John F. Kennedy, sum jú datt á gólv og fór í knús, tá líkið skuldi flúgvast onkustaðni - men tað er ikki nøkur speirekan mótvegis fyrrverandi forsetanum, men heldur ein eygleiðing av, hvussu absurd dýrkanin av hetjuni, heldur enn virðingin fyri persóninum aftanfyri, í veruleikanum er). Poesiin í yrkingunum er eisini á høgum støði, og tað í sær sjálvum er ein fragd av síggja. Maðurin er enn søkjandi, men kennir seg meiri heima, og torir betri at siga sínar kenslur og dreymar, tí sálin hevur meiri frið á sær. Løgini sjálv eru eisini lættari, meiri umfevnandi og eisini meiri melodiøs enn tey kanska nakrantíð hava verið, og Pearl Jam ljóðar meiri enn nakrantíð, sum ein bólkur, ið veruliga vil tað, hann ger. Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Gera nýggja træbrúgv Træbrúgvin niðri á Kongabrúgvin er 30 ára gomul og illa farin. Tí hevur Tórshavnar Býráð gjørt av at gera nýggja træbrúgv Havnanevndin hjá Tórshavnar Býráð hevur gjørt av at gera býggja træbrúgv niðri á Kongabrunni. Talan er um tað lágu træbrúnna framvið molanum, har ið strandfaraskipið Ternan plagar at leggja at. Træbrúgvin verður fyri ein stóran part brúkt av ferðafólki, sum koma við stórum ferðamannaskipum, men sum koma til lands við smábátum, og av øðrum, sum leggja at á Kongabrúnni í smábáti. Brúgvin er 30 ára gomul og illa farin, sigur Torfinn Smith, formaður í havnanevndini. Tí verður nýggj brúgv gjørd nú, og hon verður liðug til ferðamannatíðin byrjar aftur Tann nýggja brúgvin verður samal slag sum tann gamla, men heldur breiðari Niclas Johannesen 15 milliónir lurta tá doktor Henning lovprísar oyggjunum ongin kennir 23. mars fer týska útvarpsrásin Deutsland Radio at hava sending um Føroyar í sambandi við, at 50 ár eru liðin, síðan Føroyar fóru at virka undir heimastýrislógini. Maðurin, ið ger sendingina, er treytaleysi Føroyavinurin Henning von Löwis. >>Síðan eg var her fyrstu ferð fyri 25 árum síðan, havi eg havt serligan tokka til Føroya<<, sigur Henning. Henning von Löwis er føroyavinur burturav >>Tórshavn er vakrasti býurin, eg nakrantíð havi vitjað.<< 49 ára gamli Henning prátar enskt júst soleiðis, sum týskarar vanliga práta enskt. Men so er eisini slutt við øllum samanberingum. Tí doktor Henning man vera alt annað enn ein typiskur týskari - ella, latið okkum bara siga, alt annað enn eitt typiskt menniskja. Tí hvussu nógvir týskarar sita leygarkvøld og skrúva útvarpsfrekvensin soleiðis, at føroysku Náttarravnarnir brádliga kunnu runga í hansara týsku stovu í Köln? (Ja, tað ber til at hoyra ÚF í Týsklandi, tá sent verður á nógv umrødda, kostnaðarmikla og sera sterka millumbylgjusendaranum) Og hvussu nógv menniskju hava brúkt størsta partin av lívinum at ferðast kring allan heimin við mikrofon í hondini og bandupptakara undir arminum? Latið okkum nú bara fáa formalitetirnar upp á pláss. Dr. Henning von Löwis of Menar er redaktørur á almennu týsku útvarpsrásini Deutschland Radio. Hann varð útbúgvin dr. Phil í 1972, har hann eitt nú granskaði politiska vísund og almennan rætt. Hann undirvísti á Universitetinum í Köln frá 1973-83. Haraftrat hevur hann arbeitt fyri rúgvu av tíðarritum og bløðum sum fakjournalistur. Hansara fyrsta grein um Føroyar var í nógv virda blaðnum Die Welt 9. juni 1972. Ongin kennir Føroyar Tá Dr. Henning skrivar um Føroyar, er tað altíð ein ávís mynd, hann brúkar: Eitt kort, ið vísir, hvar hesar ókendu Färöer Inseln liggja. Og fyri at geva týska lesaranum eina fatan av, hvar hesar oyggjar liggja, skrivar hann í síni fyrstu grein: >>Á hálvari leiðini til Grønlands liggja Føroyar.<< - Ja, Føroyar munnu vera mest ókenda tjóðin í øllum Evropa. Tá eg sigi við mínar samstarvsfelagar, at eg farið til Føroyar, hyggja teir bara spyrjandi upp á meg. Sjálvt væl útbúgvin fólk hava ikki hóming av, hvar hesar oyggjar liggja. - Og er tað onkur, sum ørminnist okkurt um Føroyar, so er tað í sambandi við fótbólt. Tá Føroyar vunnu á Eysturríki í EM-kappingini. Fyrstu ferð Henning var í Føroyum, var í 1972, og hóast tað var kærleiki beinanvegin, so eru 20 ár síðan hann var í Føroyum seinastu ferð. Og nógv er broytt, síðan dr. Henning prátaði við m.a. Niels Juel Arge, sála, á Bryggjubakka. - Tá var ikki nakar handilsmiðdepil í Havnini, og býurin var nógv minni. Eg minnist eisini, at eg tá gjørdi nógv burturúr, at onki sjónvarp var í Føroyum tá. Tann góða reklaman sum ongin sær Hetta var áðrenn ferðavinnan gjørdist innfeldur partur av fíggjarlógini. Nú sita fólk í almennum størvum og royna at selja útlendingum Føroyar. - Eg eri sera hugtikin av teimum faldarum, sum verða gjørdir fyri at lýsa Føroyar, sum ferðamannaland. Teir eru á høgum altjóða støði. Eg havi eisini stóra virðing fyri tí arbeiði, sum Postverk Føroya ger við frímerkjum. Hetta er góð reklama fyri Føroyar. - Trupulleikin er bara tann, at alt ov fá fólk kunnu fáa fatur á eitt nú faldarum um Føroyar. Eg haldi, tað er týdningarmikið fyri føroyingar at fara í samstarv við tær allarstørstu ferðamannastovurnar í Evropa. - Tí, tað er har fólk støkka inn á gólvið fyri at finna út av, hvar leiðin skal ganga í fríðtíðini. Og tað er sjálvsagt eisini har, at føroysku faldararnir skulu liggja. Tit fáa tykkara egna sjálvstýri Dagin fyri, vit práta við Henning, hevur hann verið í Tinganesi og práta ein tíma við Føroya Løgmann Edmund Joensen. Eitt av evnunum er føroyska heimastýrislógin. Henda skipan hevur stóran áhuga fyri útvarpsmannin, ið sum kunnugt støðugt granskar politiska vísund. Tað løgmaður og onnur hava at siga um hesa skipan, verður sent í øllum Týsklandi 23. mars í sambandi við, at 50 ár eru liðin, síðan heimastýrislógin kom í gildið. - Eg trúgvi, tit fara at fáa tykkara egna sjálvstýri um eini fimm til tíggju ár, svarar Henning, tá vit spyrja um hansara hugsan. Týski útvarpsmaðurin, sigur, at føroyingar hava alt tað sum skal til fyri at ein tjóð skal vera sjálvstøðug. - Tit hava tykkara egna mál og tykkara egnu mentan. Og so hava tit so nógvar rithøvundar, málarar - ja, listarfólk í síni heild, at tað í veruleikanum er heilt ótrúligt. - Eg havi ongantíð á einum so lítlum plássi hitt so nógv skapandi menniskju. Stóri kærleikin til Føroyar er eisini orsøkin til, at doktor Henning sjálvur leggur rødd til, tá sending um Føroyar verður gjørd. Sum oftast er hann redaktørur, t.v.s virkar hann handan leiktjøldini. Við hesum roynir hann siga, at tað skal nakað serligt til fyri at fáa roynda fakjournalistin at leggja rødd til sjálvur. Henning var, sum ein av teimum fáu úti við mikrofonini og sendi beinleiðis frá tí týska múrinum, tá hesin fall. Og hann hevur vitjað nógv í Eysturevropa, teimum smærru tjóðunum, so sum Lithauen og Letlandi, síðani kommunisman fall. Men tað er okkurt við oyggjalondum sum dregur. So nógv, at Henning ætlar sær til Føroyar aftur longu í summar. Kortini er hann glaður fyri at hava vitjað Føroyar á hávetri.. Hesa løtuni vit práta við Henning, bankar heglingurin á vindeygað og vindurin hvínir um húsaveggirnar. Men tað leggur Henning onki í. - Mær dámar veður. Í Føroyum fært tú alt eftir einum degi, sigur hann og rættir út hondina at siga farvæl. Og mangt bendir á, at veðrið dámar Henning. Uttanfyri skínir sólin. Seglið - áhugafelag fyri sigling Áhugaverdur fundur sunnukvøldið Eftir at hava ligið mestsum í vetrardvala, verður nú kallað saman til fundar umborð á sluppini >>Høganesi<< sunnukvøldið 15. febr. kl. 19. Har fer Bjarni Sørensen (úr Havn), sum dagliga starvast við Víkingahøllina í Roskilde, við ljósmyndum og sjónbandsfilmi at greiða frá tí stóra virkseminum, tey hava har. Í tí stóru høllini eru framsýningarnar av vík-ingaskipnum, sum funnin vóru í Roskilde fjørði í 60'unum. Stutt frá høllini hava tey bygt eina stóra nýggja >>savns-oyggj<<. Tá ið tey gróvu út fyri oynni, komu tey fram á nógv skipsvrak frá víkingatíðini og seinni. Hetta økti munandi um keldutilfarið hjá teimum. Umframt savnsvirksemi starvast Bjarni við skúlavirksemi, knýtt at savninum. Har verða m.a. nógvir føroyskir bátar brúktir, tá ið útferðir við skúlaflokkum skulu gerast á fjørðinum. Ofta gera tey útferðir við vaksnum og kanska fínari fólki. Tá verða víkingaskipini >>Roar Ege<< og <>sibbarnir<<: Jaspur, seinni bókavørður. Tryggvi, føroyskur umboðsmaður í Kjøpinhavn. Michael, lærari. Mikkjal, tann fimi, seinni telegrafistur og nú farin. Yngstur var André. Mentunarinspiratiónin bar helst við sær, at næmingafelagið >>Roðin<< varð stovnað. Og stórt varð lagt út. Lærararnir og yngru næmingarnir kendu seg menningartarnaðar og hugdu staroygdir at einari plakat, sum ein dagin var uppsligin á realklassahurðini, og sum segði frá: >>Fundur verður í >>Roðanum<< kl. 16.00 við evninum: Michael Mastras greiðir frá Støðu heimsins (!). Eitt evni í vídd og vavi, sum hann í dag, 61 ára gamal, helst hevði borið seg undan at tikið á seg. Eitt næmingablað sá eisini dagsins ljós, og sum opinberaði ílidnar lívsroyndir í laka, og bar eymar og kveikjandi kenslur upp í roða dagsins. Pegasus reið brynjuklæddur fram við fullfloygdum yrkingum fyri ung og eldri: >>Meg droymdi í nátt so sælan ein dreym, meg droymdi hon kom til mín so mjúk og so eym, sum í ørilsi eg hugtikin at henni leit, hvørt orð og hvørt eygnabrá at hjartanum neit......<< Tað gróði um gangandi fót. Jóhan Petur gav rís og avmarkað rós. Tó fekk ein teirra skoðsmálið: at vera eitt lítið geni, tá hesin hevði skrivað ein helst feilfrían frístíl upp á eini 10 síður undir heitinum: >>Befolkningens kranke skæbne med egoistiske statsoverhoveder i højsædet (!)<<. Teir kønu eru ósamdir um hvørt lagnunar aðalávirkanin kemur frá umhvørvi lívsins ella frá fedranna arvi. Tað ættarliðið, sum nú fer um 60 ára aldur, hómar enn seinna kríggið og minnist væl kalda kríggið, Korea, Ungarn og Vietnam. Minnist eisini heimligu tjóðskaparrembingina, bankakrakkið, verkføllini og ikki minst læknastríðið. * Hetta lagnukvidna lokabragdið, sum fær dagsins bankamál at líkjast varligum vaðagoti. Eitt heilsuliga illa hagreitt bygdalag ynskti at varðveita ein lækna (ella handverkara) tey høvdu og dámdu; men hetta beskedna ynski møtti eini kaldari øksl frá >>magtens mange mænd ved Holmens Kanal<<. Og væl hjálpir av heimligum høvdingum í Tinganesi, læknamyndugleikum landsins, og undir trýsti frá danska læknafelagnum - hetta snjóhvíta herlið við smyrsli og grøðing í skyldri - trumfaðu teir eitt principp ígjøgnum. Prinsipiella orsøkin var ílatin eina bót frá fakfelag til ein lim til støddar: kr. 601,50 (!) Og fyri hetta hissini uppkrav fór borðfullur dampari við politi og hundum, og seinni krígsskipið Rolf Krake um Atlantshav við kós móti Pollinum! Fyri fyrstu ferð í 89 ár sigldi eitt danskt herskip inn móti landi við avdekkaðum kanónum. Og Krake vá á orminum! Kongsins politi og soldátar sigraðu stórt á >>sønner af de slagne<< og dusaðu sær í >>magtens sødme-<<. Og eftir á vali lógu tey illa hagreiddu og verjuleysu. Særd og illa bard. Og nøkur fóru í fangahús, Sådan! Men, enn í dag eru tær 600 kr. ikki goldnar, ja, ikki ein gang tann eina krónan og hálvtrýss (!). Alt fyri eitt løggut prinsipp og eina maktmanifestatión! Og so hevði eitt nú Abraham Lincoln sagt fyri yvir 100 ár frammanundan at: >>Princippir eru og mugu vituliga vera at vika!<<. * André er triðyngstur av sjey systkjum. Mamman hevði ans og sans fyri máli, hóast avmarkaða skúlagongd. Innisæl, tók sær av heiminum; men hevði greiðar meiningar um lívsins viðurskifti og endamál. Hon hevði eisini lætt við at tala sak teirra minni mentu. Pápin var sjómaður í yvir 50 ár. Sigldi undir báðum krígnum. Framúr fiskimaður, seinni bestimaður og skipari. Væl hýrdur og hittinorðaður. Við róðrið í havódn, um mánableikar nætur og minuløgd sjóøki, hoyrdist hann murra fram fyri seg, serliga tveir sangir: >>Um millum gyltar borgir, vit fegnast hvønn dag, lat heimið verða skirvið, tó einki er sum tað<<. og so hin: >>Skoða tær stjørnur og verðir, sum tú á himli sær, skuldi hon veg tín ei funnið. Hondin, ið leiðir tær?<<. * Eftir lokið realprógv fekst André við fyrifallandi arbeiði. So sum at leggja sild og gera tunnur. Seinni fór hann á studentaskúla á VBV í Havn. Las síðani mál niðri, umframt eini 2 ár í Moskva. Har vakti tað undran á fakultetinum, tá ið tað spurdist í Pravda, at Manifestið hjá Marx og Engels varð týtt til føroyskt, og at týðarin var André. Teirra millum plagdi hann at reisa rannsakandi og kritiskar spurningar í samfelagsmálum. Hann er cand.mag. í russiskum og týskum frá Universitetinum í Kjøpinhavn. Síðani tá hevur hann verið tolkur fyri almennar og privatar fyritøkur og lærari í máli við hægri skúlar niðri og herheima. Nærlagdur og tolin, siga næmingarnir. Stílurin er maðurin. Longu undir læknastríðnum løgdu fólk merki til ein sermerkt-an penn í bløðunum. Bæði greinar við polemiskum snerti, skemtivísur og yrkingar. Seinni sást sami pennur í 14. September, í Vitanum og onkur yrking í Varðanum. Í 60-unum var tað eina mest í Framanum. Um ein var samdur við greinskrivaran ella ikki, so má tað sigast, at stílurin var eyðkendur og beinrakin. Og ikki sum so befongdur við herviligu arvasynd føroyinga, at viðgera persónin heldur enn sjálva sakina. * Og munnu tað ikki vera fleiri, sum hava keypt Sosialin í leysasølu leygardag í teirri vón, umframt njótilsi av elegantu satiru-tekningunum hjá Óla Petersen, at málteigurin eisini var við í blaðnum. Hesin málteigur er ikki sum hinir: >>So lítli mín, set tú nú á knæið, so skal eg siga tær, at tú ikki dugir - <<. Nei, her bleiv djúptøkin vitan á livandi máli løgd ber, um máliskur og vendingar - sum ofta komu frá almennari vond - viðgjørdar á einari afturundirgerð av skálkabrosi. Fyri so í seinasta broti, at fáa teg at gletta á tonn, ella bresta út í at flenna. Tílíkt situr, og tú minnist tað. André hevur týtt fleiri bøkur úr upprunamáli, og eisini skrivað fleiri handrit til skúlabrúks um mállæru og grammatikk. Hesar bøkur koma og eru komnar út á egnum forlagi. * Málið hevur verið hansara eygnasteinur frá barni av. Eitt nú málsligar nuansur, at hesi sáru og týdningarmiklu frábrigdi ikki blíva burturbeind úr málinum við mekaniskari og óstortligari orðabókatýðing og málreinsan. Summi duga tann kunstin at skriva, og nøkur sera væl. Onkrum er beskorið, at duga fleiri heimsmál, umframt tey heimligu. Onnur duga at mála, tekna, syngja ella spæla á ljóðfør, og uppaftur onnur duga at gera mál á leikvøllum. Og hetta gleðir okkum onnur. Men ein royndur lutur er, at tað er ein vanlukka fyri virki, land og fólk, um tey hegnigastu onkursvegna verða sáldað frá, ella, sum verri er, verða sett undir censur. Djúpast sæð, avdúkar hetta bara maktarinnar maktarloysi, og er til ongan bata í longdini. >>Befolkningens kranke skæbne...<<. * Danir hava eitt hugtak til eftirtektar teir nevna: >>Individets ret til at pleje sin egenart<< og til tað krevst: >>at man har sine meningers mod<<. Tað eru tað tíbetur nøkur - um fá - sum hava. Eftir er bert at siga, at vit eru fleiri, sum við áhuga og samhuga hava fylgt tíni sermerktu lívsleið, og sum vilja ynskja tær, André og Dikku við familju tillukku við 60 ára hvarvinum tann 4. januar, og ynskja tykkum alt gott í komandi tíð, og kippa við flagginum fyri farnar dagar. Vinarliga, EAN. Tiltøk Møtir, fundir o.a. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 19: Møti. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Jónfinn Petersen talar. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin,Tórshavn Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti. Sunnudagin kl. 14. Sunnudagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bøn. Sunnukvøldið kl. 18: Møti. Mánadagin kl. 17: Smáskótar. Mánakvøldið kl. 19: Skótar. Týsdagin kl. 17: Club 7 up. Hoyvíkar skúli Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bøn. Sunnukvøldið kl. 18: Møti v/ Jógvani Steintún o.fl. Øll eru hjartaliga vælkomin. KFUM & KFUK, Tórshavn Sunnudagin kl. 16 í KFUK: Limafundur. Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoma. Ólavur Clementsen, ættargranskari, greiðir frá. Frá Bygdarhúsinum á Strondum Leygarkvøldið kl. 21.30: Gospel Café við luttøku av I'AM. Dánial Petersen endar. Frá Kelduni í Skálabotni Leygarkvøldið kl. 21.30 er Gospel Café í bygdarhúsinum á Strondum. I'AM luttekur. Dánial Petersen endar. Sunnudagin kl. 17: Møti við Paula Høj. Sunnudagin kl. 17: Barnamøti. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31551809/fax 31586149. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Herning, Jylland 21. februar verður tiltak fyri føroyingar í Jyllandi í Danmark. Tiltakið verður í Josvaskúlanum, Dalgasgade 11, Herning. Byrjað verður kl. 15.00 við hugnaløtu og uml. kl. 16.30 verður evangeliskt møti. Við verða Godtfred Joensen v/ fam. Eisini verður sangur, tala, søg, ljósmyndir o.a. Áhugaði kunnu venda sær til: Jens Olsen, tlf. 20458073, Símun J. Hansen, tlf. 20660961 ella Svein Askildsen, tlf. 97225612. >>Afturljóð<< í Sjónleikarhúsinum Havnar Sjónleikarfelag varð 80 ár 10. febr. Av tí at longu er fullteknað til hátíðarhaldið leygarkvøldið, verður fjølbroytta undirhaldið >>Afturljóð<< fyri almenninginum sunnudagin 15. febr. kl. 16. Kostnaður 30 kr. Aftan á verður ókeypis teaturkafé. Fólk og stovnar, ið vilja fagna felagnum og dugna tí, kunnu lata >>80 ára grunni Havnar Sjónleikarfelags<< eina peningagávu - konto nr. 9181-4139536 í Sparikassanum. Felagið Tórshavn GONGUTÚRUR Leygardagin 14. febr. verður gongutúrur í Hoyvík, Heljareyga og Byrgistanga. Farið verður frá Hoyvíksgarðinum kl. 14.30. Felagið Pinkubarnadeyði hevur opið hús annan leyg-ardag í hvørjum mánaði frá kl. 14.00. Vit hittast í Jákupsstovu, J. Paturssonar-gøtu 24, Tórshavn. Nærri fæst at vita á tlf. 17940, 43363 ella 17261 Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir Leygardagin kl. 17 og 22.30 Sunnudagin kl. 11 og Kl. 20-21.30 AA-evnisfundur í Tórsgøtu 5. Mánakvøldið kl. 20 í Tórsgøtu 5. Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Andlát 4. februar Karl Richard Nielsen, vanliga nevndur Kalle, fyrr búsitandi í Vági, nú búsitandi í Ålborg, 79 ára gamal. 6. februar Martin Jespersen, vanliga nevndur Martin á Hólum, Hvalba, 88 ára gamal. Jógvan Lamhauge, Runavík, 77 ára gamal. Louisa Lindenskov, Tórshavn, 82 ára gomul. 8. februar Laurits Vang, ættaður úr Froðba, búsitandi í Tórshavn, 84 ára gamal. 9. februar Lilly Hentze, fødd Lisberg, úr Fámjin, 80 ára gomul. 10. februar Jacob Midjord, á Høvdanum í Fuglafirði, 81 ára gamal. Theodor Jacobsen, lærari, Fuglafirði, 58 ára gamal. Jens Christian Holm, ættaður úr Hvalba, búsitandi í Keypmannahavn, 79 ára gamal. 11. februar Agna Mattes, fødd Djurhuus, ættað úr Porkeri, búsitandi í Løgten, 82 ára gamal 12. februar Jens Otto Djurhuus, Skopun, 67 ára gamal. Føðingar 6. februar fingu Hergerð Geyti og Edmund Debes, Hósvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3700 gr. 10. februar fingu Mariann og Pól Jákup Poulsen, Lamba, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3350 gr. 10. februar fingu Maja Remmer Nielsen og Torben Nielsen, Hoyvík, ein son. 10. februar fingu Gunnvá Witt og Jens Brückner, Hellerup, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3750 gr. 10. februar fingu Mariann og Niels Pauli Winthereig, Møldrup, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3850 gr. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Nýggja nummarskipanin kemur í gildi 1. apríl Tann 1. apríl í ár, broytir Telefonverkið telefonnumrini. Tá verða ikki longur fimm siffur í telefonnumrunum, men seks. Og verður ringt til eitt av gomlu numrunum, kemur ein rødd í hornið, sum á donskum, enskum og fronskum boðar frá broytingini Fyri ikki so øgiliga nógvum árum síðani, skuldu vit bert nýta fýra tøl, tá vit ringdu til onkran, men tá var heldur ikki so vanligt, at hvørt húski hevði telefon. Men tað er broytt við tí rúkandi ferð, og telesamskifti er nú so umfatandi, at numrini í gomlu nummarrøðini eru um at ganga undan. Tað er serliga í Havnini at tað er tørvur á telefonnumrum. Har eru so nógvir felagar, at teir ikki rúmast innan fyri nummarrøðina 10000 -19999, og tí hava onkrir av felagunum fingið eitt 20-nummar, sum annars ikki hevur verið vanligt í Havnini. Ein onnur orsøk til broytingina er, at Altjóða Teleráðið mælir til at ávís tænastunummur verða standardiserað soleiðis, at tey eru eins um allan heim. Millum annað skal ikki ringjast 009 áðrenn ringt verður til útlandið, men bert 00. Eisini skal alarmnummari broytast til 112 ístaðin fyri tað gamla 000. Hesar broytingar megnar gamla skipanin ikki, og hetta saman við øðrum og nýggjum møguleikum ger, at Telefonverkið víðkar telefonnumrini frá 5 til 6 siffur. Broytingin verðu framd soleiðis, at Vágarnar og tað sum er sunnan fyri Kaldbakstunnilin, fær eitt 3-tal frammanfyri, meðan tað sum er norðanfyri fær eitt 4-tal frammanfyri, Fartelefonirnar fáa eitt 2-tal frammanfyri. Kundar ótryggir Sum vanligt er, tá broytingar verða settar í verk, so eru onkrir av kundunum hjá Telefonverkinum eitt sindur ótryggir við hesa støðuna. Hvussu verður so tá samstarvsfelagir í útlandinum ringja til gamla nummarið? Hesin kundin var bangin fyri, at hann og aðrar útflutningsfyritøkur kundu missa pening um ikki ein fráboðanarskipan varð sett í verk. - Tí, segði hann, eg havi hoyrt, at henda fráboðanarskipan bert verður á donskum. - Hugsið tykkum hvussu verður hjá Fiskasøluni og øðrum fyritøkum sum amstarva við eitt nú bretar og aðrar sum ikki skilja danskt mál. Vit hava vent okkum til Telefonverkið og spurt tey, hvussu tey loysa hesa uppgávuna. Á teknisku avgreiðslu siga tey, at tað verður losyt soleiðis, at tá ringt verður til eitt gamalt nummar, so kemur ein rødd í hornið, sum á donskum, enskum og fronskum boðar frá, at nummarskipanin er broytt. Tað vil siga, at ongum nýtist at óttast, at útlendskir samstarvsfelagar missa sambandi til Føroya av teirri grund. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Alvin vann Club 20 Open Dart: Síðsta vikuskifti skipaði Dartsamband Føroya fyri opnari dartkapping í neystinum hjá Havnar Róðrafelag Leygardagin var tvímansleikur á skránni. 18 pør luttóku og tað er av tí mesta hetta kappingarárið. Eftir ein drúgvan kappingardag og eina spennandi finalu gjørdist greitt, at Alvin Egholm og Sune Rasmussen úr HR-Dart drógu tað longsta stráið. Teir vunnu í finaluni móti Henrik Petersen og Poul Poulsen úr Havnar Dartfelag. Á triðja plássi endaðu Henning Thomsen og Petur Grønagarð úr Argja Dartfelag og Petur Djurhuus og Janus Jensen úr Íkast. Í tvímansleikinum megnaði Jackie Joensen, sum spældi saman við Albin Ísakson, at fáa hægst møguliga útgang, nevniliga 170. Hetta er ein sera sjáldsom sjón í kappingum í Føroyum. Teir báðir Regin Dalsgarð og Finn Bærendsen nýttu fægst pílar - 15. Einmansleikur Sunnudagin var so kappingin í einmansleki avgreidd og aftur her vóru nógvir luttakarar. Byrjað varð at spæla klokkan 2 seinnapartin, og ikki fyrr enn um hálvgum tíggju-tíðina var vinnarin funnin, og aftur hesa ferð æt hann Alvin Egholm. Hann spældi í finaluni móti Peturi Grønagarð, og hóast teir høvdu havt ein langan leikdag, var spælið í finaluni á høgum støði. Spenningur treyt heldur ikki. Spælt varð best av 11 settum, og avgerðin fall ikki fyrr enn í 11. setti. Alvin vann sostatt 6-5. Á triðja plássi endaðu Janus Jacobsen úr Klaksvíkar Dartfelag og Jens Petur Poulsen úr Havnar Dartfelag. Jens Petur vísti til tíðir stórspæl og fekk í kappingini fleiri >>180-arar<<, sum er maksimum. Hann nýtti eisini fægst pílar henda dagin, nevniliga 15. Aftur sunnudagin var tað Jackie Joensen, sum hevði hægsta útgang, hesa ferð var hann upp á 154. Allir vinnararnir fingu steyp og heiðursmerki frá Club 20, ið eisini læt ferðasteyp til vinnaran í einmansleiki. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Ikki ætlanin at mansverja nakran Neistin: Sigrun Mikkelsen, venjari hjá Neistanum, ætlar sær ikki mansverja nakran í dag Sigrun Mikkelsen, venjari hjá Neistanum, roknar við eini javnari finalu millum Neistan og Kyndil í dag. Hon vónar, at tað verður ein javnur og spennandi dystur. - Vit hava spælt tvær ferðir móti teimum í ár og hava vunnið annan og tapt annan. Kyndil hevur nógvar góðar spælarar, sum vit mugu ansa eftir, sigur Sigrun. Hon sigur kortini, at tað helst ikki verður talan um at mansverja nakran, so sum nógv onnur lið velja at gera. - Vit mugu ansa væl eftir øllum bakspælarunum hjá teimum - Lotte Sørensen, Ann Hansen og Jórun Ludvig - og Jacklyn Djurhuus hevur eisini spælt væl í seinastuni, men tað er so ikki ætlanin at fara at beinleiðis mansverja nakran, sigur Sigrun Mikkelsen. Í landskappingini er Neistin nummar tvey, tvey stig aftan fyri StÍF, men tvey stig framman fyri Kyndil á triðja plássi, so har er alt framvegis opið. - Vit hava longu spælt og vunnið á VB í Vági, meðan hvørki StÍF ella Kyndil hava verið har suðuri enn. Tað kann í síðsta enda gerast ein fyrimunur fyri okkum, sigur Sigrun Mikkelsen. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Vit mugu gera okkara besta Hondbóltur, menn: Hannis Wardum sigur, at H71 uttan iva er stórfavorittur at vinna finaluna hjá monnum í dag, men at Kyndil fer at gera tað besta teir kunnu fyri at vinna Kyndil: Hannis Wardum er í dag tann einasti, sum er eftir av Kyndla-liðnum, sum fyri nøkrum árum síðani var tað besta í Føroyum. Men síðani tá er nógv broytt, og í dag eru Hannis og beiggin Uni væl eldri enn restin av liðnum. - Vit hava nógvar nýggjar og ungar spælarar í ár, og tað sæst eisini aftur á úrslitunum, sigur Hannis Wardum. - Tað er eingin loyna, at H71 er stórfavorittur í dag, men vit fara at gera okkara besta. Hetta er einasti kjansur hjá okkum at fáa nakað burtur úr í ár, sigur hann. Hannis sigur, at tað ræður um at fáa verjuna at koyra væl. - H71 hevur eitt gott lið. Teir hava góðar vongspælarar og skotsterkar spælarar mitt fyri. Teir hava eina sterka verju og teir vaksa eisini við uppgávuni, sigur Hannis um mótstøðuliðið í dag. Hjá Kyndli hevur tað gingið striltið at fáa nøkur úrslit við nýggja liðnum. Hans á Lag hevur havt ein skaða í lærkrikanum og hevur ikki spælt í seinastuni, men hann er komin fyri seg aftur og verður við í dag. Tað sama verður Bárður Johannesen, sum hevur verið skaddur alla vikuna. - Vit mugu bara seta okkum upp og gera okkara besta, og so fáa vit at síggja, sigur Hannis Wardum. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Eins góðar møguleikar Allir spælarar eru tøkir hjá Kyndli til steypafinaluna ímóti Neistanum í dag Kyndil: Steypafinalan hjá kvinnum er ein endurtøka av finaluni í fjør, tá Neistin vann á Kyndli. Í Kyndli vóna tey, at tað gongur hinvegin í ár, og Sophus Dal Christiansen, venjari, roknar við, at bæði liðini hava eins góðar møguleikar. - Liðini eru jøvn, og tað kann lættliga enda við, at liðið sum hevur ein betri dag, vinnur, sigur Sophus. Í Kyndli hava tey viðgjørt ósigurin móti VB seinasta vikuskifti. - Vit hava tosað saman um, hvat hendi, og hvat vit gjørdu skeivt. Har má eg leggja afturat, at VB spældi væl. Kanska hugsaðu onkrir av mínum spælarum eina viku ov langt fram seinasta leygardag, men VB hevur eitt gott lið, eingin ivi um tað, sigur venjarin hjá kyndlakvinnunum. Hann hevur allar sínar spælarar tøkar til dystin í dag. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Eg rokni við at vit vinna H71: - Vit mugu vera 100 prosent klárir til dystin, tí vit vita, at teir fara at verða tað, sigur Finnur Hansson Eitt spildurnýtt andlit í føroyskum hondbólti er Finnur Hansson hjá H71. Hann er sonur spælandi venjaran Hans Guðmundsson og er sum vera man eisini spentur til finaluna í dag. - Ein finala er sjálvandi heilt øðrvísi enn ein landskappingardystur, men eg rokni við, at vit vinna, sigur Finnur. Tað einasta, hann óttast fyri, er, at onkrir av H71-leikarunum kunnua fara at undirmeta Kyndil, m.a. tí at H71 hevur vunnið allar tríggjar dystirnar, teir hava spælt móti Kyndli higartil hetta kappingarárið. - Vit mugu vera 100 prosent klárir til dystin, tí vit vita, at teir fara at verða tað, sigur Finnur Hansson. H71 hevur allar spælarar tøkar til dystin í dag. Halgir Dahl Olesen hevur verið skaddur í økslini, men var við móti StÍF seinasta vikuskifti og verður eisini við í dag. Andreas F. Hansen hevur eisini havt trupulleikar við økslini, men hann verður eisini við í dystinum móti sínum gamla felag. Finnur Hansson sigur, at honum dámar væl í Føroyum. Hann visti ikki rættiliga, hvat hann skuldi vænta, tá hann kom higar, men sigur seg vera væl nøgdan. Og so er hann sjálvandi eisini í tí eitt sindur løgnu støðu, at hann spælir á sama liði sum pápi sín. - Jú, tað er eitt sindur løgið. Hann var venjari hjá mær, tá eg var lítil, og eg sá nógv upp til hann. Áðrenn tað hevði abbi mín eisini verið venjari hjá mær, sigur Finnur og avdúkar sostatt, at hann kemur úr eini rættiligari hondboltsfamilju. Hann væntar nógv fólk til dystin í dag. - Vit hava sera góðar áskoðarar, og vit ætla okkum ikki at svíkja teir í dag, sigur hann. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Stóri steypadagur er í dag Hondbóltur: Í dag verða tær báðar steypafinalurnar í hondbólti spældar í høllini á Hálsi í Havn. Og allir finalistarnir koma eisini úr høvuðsstaðnum Ein av størstu hondbóltsdøgum á árinum er í dag, nú steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum vera í Havn. Vit kunnu ivaleyst vænta tveir spennandi dystir í dag, tí líka mikið hvussu liðini hava staðið seg í landskappingini, er tað nakað heilt annað, tá talan er um steypadyst - og ikki minst, tá talan er um eina finalu. Sum sagt kann alt henda í eini steypafinalu, men kortini er annað liðið ein lítil favorittur hjá bæði kvinnum og monnum. Uttan at taka nakað frá nøkrum, so høvdu tey flestu ivaleyst rist við høvdinum, um onkur hevði sagt teimum, at H71 fór at vera favorittur at vinna eina steypafinalu móti Kyndli, men um føroyingar høvdu kunnað veddað um dystin í dag, høvdu tey flestu uttan iva satsað sínar pengar upp á H71. Hoyvíkingar hava fingið eitt sera gott lið, sum kann vinna á øllum hinum liðunum í Føroyum. So seint sum fyri einari viku síðani vann H71 sannførandi á Skála móti StÍF, og tað var sjálvandi eisini H71, sum sendi greipuvinnararnar frá í fjør, VÍF, úr steypakappingini í ár. VÍF vann fyrru hálvfinaluna í Vestmanna, men hoyvíkingar vunnu seinnu hálvfinaluna í Havn við betri málmuni enn vestmenningar høvdu vunnið í fyrra dystinum. Seinast, H71 og Kyndil spældu, var í landskappingini sunnudagin 25. januar, og tá vann H71 29-26 eftir at hava verið á odda 14-11 í hálvleikinum. Í dystinum á Skála seinasta vikuskifti var tað um nakar leikandi venjarin Hans Guðmundsson, sum var maðurin aftan fyri sigurin, og Kyndil fer ivaleyst at gera alt fyri at demma upp fyri honum í dag. Harafturat kann tað gerast rættiliga áhugavert at síggja, hvussu Andreas F. Hansen fer at klára seg móti sínum gomlu liðfeløgum í Kyndli. Kyndil hevur bert henda dystin eftir av týdningi. FM-møguleikin er fokin, og sigurin móti KÍF seinasta sunnudag - tann fyrsti hjá Kyndli í endaspælinum - hevði við sær, at siðvanda havnarfelagið heldur ikki flytur niður. Sostatt kunnu kyndlaleikararnir í dag geva alt tað, teir eiga, uttan at hugsa um, um tað fer at kosta seinni í kappingarárinum. Í teimum flestu dystunum hevur tað verið Bárður Johannesen, sum hevur gjørt málini fyri Kyndil, men í seinastuni eru Hannis og Bjarni Wardum eisini komnir væl við sum málskjúttar. Sum heild hevur kappingin hjá Kyndli verið merkt av, at teir ikki standa seg móti teimum ovaru liðunum, meðan teir vinna tey niðaru. H71 er omanfyri Kyndil á stigatalvuni, men í dag hava stig einki at siga - vinnarin tekur alt. Vunnið ein dyst í part Kyndil er eisini umboðað í finaluni hjá kvinnum, har tær skulu spæla ímóti hinum havnarfelagnum Neistanum. Eins og hjá monnunum er lítil ivi um, at flestu føroyingar høvdu satsað sínar pengar upp á Neistan, um teir høvdu havt høvi til tess. Neistaliðið hevur nógvar royndir frá dystum sum hesum og hava eisini vinnarahugburðin, sum Kyndil ofta hevur saknað hjá kvinnunum. Í landskappingini hava liðini spælt tvær ferðir móti hvørjum øðrum (í grundspælinum) og hava vunnið ein dyst í part. Síðsta vikuskiftið tapti Kyndil óvæntað heima móti VB og misti tvey týdningarmikil stig. Hvørja ávirkan tað hevur havt á liðið og um tað fer at fáa ávirkan á innsatsin í dag, er ilt at siga, men kyndlakvinnurnar vilja uttan iva sera fegnar vinna á Neistanum, sum so at siga altíð hevur verið tað betra av kvinnuliðunum í høvuðsstaðnum. Neistin er framvegis væl við í landskappingini. Í løtuni eru bert tvey stig upp til oddaliðið StÍF, og tað kann broytast eftir einum degi. Men í dag verður landskappingin løgd á hillina - nú ræður tað um steypakappingina. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Nú fæst fystoterapi í Sandoynni Tað er vanligt at fólk á bygd mugu fara til Havnar at fáa ymsa viðgerð, sum bert fæst í høvuðsstaðnum. Nú er møguleiki at fara hinvegin, sigur Páll á Reynatúgvu, sum mánadagin hevur móttøku í "Partú^3 viðgerðarstovuni á Sandi Mánadagin letur fysioterapistovan "Partú^3 upp á Áargarði á Sandi. Tað er Páll á Reynatúgvu, fysioterapeutur, sum nú er fluttur heimaftur at búgva og arbeiða í heimbygdini. Spurdur hví hann fer til Sands at arbeiða, sigur Páll á Reynatúgvu, at hann og konan Kristianna, sum er sjúkrasystir, altíð hava havt ætlanir um at flyta á bygd, og at tey hava verið so heppin at fáa møguleikan, nú ellis- og røktarheimið Áargarður er latið upp í bygdini. Strævið hjá fólki at ferðast Eg havi arbeitt nøkur ár í Havn, og veit av royndum, hvussu trupult tað er hjá fólki, serliga eldri fólki at fáa nakað burturúr viðgerðini, av tí at tað er so strævið at ferðast. Tað er høgligari, tá fólk í oynni sleppur undan at ferðast í hesum ørindum, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann veit ikki, um grundarlag er fyri heiltíðarstarvi í hesum sambandi, men hevur við síðuna av fingið umboð fyri felag, sum selur fysioterapi útgerð. Hinvegin, so er hugsandi, at fólk aðrastaðni, sum ferðast í Sandoynni, kunnnu leggja leiðina hendavegin, um brúk er fyri viðgerð. Móttøku mánadagin Tað eru altíð bygdafólk, sum noyðast at fara aðrastaðni. Nú kundi tað hugsandi verið soleiðis, at fólk fara út á bygd í slíkum ørindum, sigur Páll á Reynatúgvu. Mánadagin er móttøka á fysioterapistovuni "Partú^3 frá kl. 14 til 18. Har eru øll vælkomin inn á gólvið at frætta nærri um nýggja tiltakið á Sandi. Umleið 50 fysioterapeutar eru í Føroyum. John Smith Skip ella arbeiðspláss? Byggja vit >>skip<< - ella byggja vit arbeiðspláss, tá ið vit byggja skip? Skip aftaná skip er komið. Vøkur, snotilig, angandi av nýggjari máling, skín-andi í sólglæmuni, fagurt litt, føgur á at líta. - Tey vóru gul - svørt - blá og reyð. Tey hava eitt yndisligt spring, vakrar nærum sansiligar linjur og kurvar - meðan arbeiðsplássið nærum altíð var einans ein hissini amboðskassi, stúvaður niður í bonkin, nakrir pakkar av seymi, eitt noða av twine, nakrar slanguklemmur, eitt sløg av gummipakningi. Nøkur bretti surrað uppá brúgvatakinum... tað var alt - og tað er framvegis alt! Hyggja vit eftir hvat vit hava gjørt, so kann sigast, at vit fyri skjótt mongum árum síðani lótu byggja nøkur skip, men burtursæð frá hesum at reka sjálv skipini, so hava vit ikki bygt arbeiðspláss á sjónum. Tað tykist ikki at hava verið hin stóri áhugin fyri hvussu gerast skuldi við fiskin, eftir at hesin var komin á dekkið. Hvørki á føroyskum skipasmiðjum ella millum reiðarar var nakar áhuga fyri spurningum sum rationalitetur, funktionalisma ella ergonomi. Óbroyttur, enn her á okkara døgum, ræður framvegis tann hugburður, sum gjørdi seg galdandi, tá víðagitna skottfjølin, ætlanin var at nýta til flekiborð, var hird aftur hagar hon var tikin Hevur kostað okkum alt Ólíka longri høvdu vit verið komin sum tjóð, høvdu vit við síðuna av okkara mætu sjóhetju niðri í Vágsbotni havt sett upp eina standmynd av føroyska sjómanninum tvíhaldandi um sína skottfjøl. Dagliga áminningin um hetta syrgiliga fyribrygdi - hesa skottfjalamentanina, vit kunnu kalla, kundi tá havt ført til, at tað fyri langari tíð síðani hevði verið beint fyri hesi mentan. Ein mentanarleivd - ella meira rætt kanska >>eitt arrogant hugmøðisligt villfarilsi<<, ið hevur verið okkum til størsta ógagns, at størsta meini og hevur kostað okkum alt. Tá skottfjølin varð tikin upp, var hon lykilin inn í hin teknologisk framkomna heimin. Tá hon eftir bert einum lítlum bili aftur varð vrakað, vórðu allar royndir til tess at lyfta føroyska fiskivinnu úr miðøld fram til okkara dagar fullkomiliga lagdar í oyði. Tað hevði verið ólíkað lættari Tað kundi eisini verið spurt soleiðis í samband við hús, og skulu vit til dømis fara undir at framleiða bilar, so er ivaleyst ikki nóg mikið einans at byggja eitthvørt hús. Neyðugt verður tá at byggja okkum tílík arbeiðspláss, ið gera tað møguligt hjá okkum at fara undir at framleiða bilar. Samanumtikið so hava vit í Føroyum bygt ørgrynnu av húsum, men vit eru av hesi orsøk ikki førir fyri at framleiða bilar. Vit hava ikki gjørt íløgur í tílík arbeiðspláss, sum ein bilídnaður hevur fyri neyðini. Vit kunnu sláa fast, at sjálvt um vit hava nóg mikið av húsum, so eru vit ikki førir fyri at framleiða so frægt sum ein einasta billut. Mær vitandi so hevur eingin gjørt sær tankar um at seta á stovn ein tílíkan ídna. Ikki tí, tað vildi ikki verið hitt býttasta hugskotið, at fingið samráðst seg fram til framleiðslu av einumhvørjum einføldum luti og virka sum undirleverandørur hjá til dømis bilaídnaðinum ella einumhvørjum øðrum líknandi ídnaði. Tílíkt hevði verið ólukku lættari enn at fáast við framleiðslu av fiskablokki gjørt úr tí svikafulla grundarlagnum til rávøru, hesin ídnaður hevur at dragast við. Var tað hinvegin einhvør komponentframleiðsla í staðin, hevði flotin kunnað verið býttur um við eina ordrabók. Tað negativa hevði tá verið, at rávøran hevði komið uttaneftir, og at okkara fiskivinnurelateraða mentan rættiliga skjótt hevði farið í søguna so hvørt, sum fiskiflotin hevði minkað burtur í einki. Upp og niður - aftur og fram Orsøkin til at hetta verður sagt, er tann, at framleiðslan av fiskablokki er víst til at førka seg aftur og fram, upp og niður, alt svingandi við teim sera turbulentu viðurskiftunum, ið galda fyri útboðini av ráfiski, har tað ikki fæst nøkur trygd fyri, at fiskurin í morgin hevur somu dygd, sum fiskurin frá í gjár. Hetta tí at vit ongantíð hava gjørt nakað grundleggjandi fortreytirnar hesum viðvíkjandi. Uttan at tað vóru gjørdar íløgur í arbeiðspláss úti til havs, sum kundu havt tryggjað okkum stabil ráfiskaviðurskifti (les: stabil góðskukriteriir) sum grundarlag undir blokkframleiðslu í størri stíli, so var øll føroyska orka løgd í at byggja upp eina framleiðsluorku til ein rávørustreym, sum reelt ongantíð hevur verið til - hvørki nú ella tá. Støðan innan fiskiídnaðin er einki annarleiðis enn støðan innan tann ikki eksisterandi bilídnaðin. Í báðum førum eru fortreytirnar ikki til. Var tað nú tað??? Hyggja vit nærri eftir, hvussu vit hava gjørt, tá vit hava bygt t.d. kirkjur, so er greitt, at alt endamálið við hugtakinum kirkja hevur ligið frammalaga í huganum, tá teknað og bygt hevur verið. Menn hava vandað sær um, ikki bert tað verðsligt visuella, men eisini um allar tær funktiónir, skyldur og tænastur, sum eru partur av einari kirkju. Flest allar kirkjur kunnu tí sigast at vera >>væl úr hondum greiddar<< ergonomiskt, og flestu teirra kunnu sigast at vera góð arbeiðspláss. Sjálvt um tað ikki kann sigast, at ein kirkjulig funktión er tikin fram um eina aðra, so hevur stórur dentur verið lagdur á tað rationella og tað praktiskt funktionella, tá bygdar hava verið kirkjur. Síðst í 50-árunum, fyrst í 60-árunum var føroyski fiskiflotin endurnýggjaður. Tey, sum enn minnast hesa tíðina við euforiskari optimismu og angan av nýggjari máling, munnu eisini minnast ilingarnar av einari kollektivari orku, nýggjum dirvi og einari nýggjari trúgv. Tað sá gott út - spurningurin er: >>Var tað nú tað?<< Teir. ið bygdu kirkjurnar vóru frammanfyri Verður hugt nærri eftir hesum skipum og spurningarnir verða settir um ergonomi, funktionalismu og rationalitet, so er skilligt, at hesir, ið hava fingist við at byggja kirkjur og forsamlingshús, hava verið langt framman fyri teir, sum ábyrgdina hava havt av at standa fyri endurnýggjanini av okkara fiskiflota. Ikki tað allarminsta - einki - ikki so frægt sum ein fjøl varð sett upp til nakað, ið kundi havt líknað ergonomiskt treytaðum tiltøkum, ikki eitt arbeiðsborð ella nakað tílíkt. Ikki tí, tað vóru líka so nógvar tekningar sum tað vóru skip, og sjálvt um øll skipini funktionalistiskt sæð vóru fullkomiliga eins, so var nærum einki skip akkurát sum hitt. Á hesum tekningum kundi um stýriborð framman tvørs á summum síggjast ein lítil sirkul. Hesin sirkul indikeraði ætlaða staðið at seta línuspælið á. Annars var einki. Jú, tíverri, ásannast má, at tað hevur verið munur á hesum, ið hava bygt okkara kirkjur, og so á teimum, ið hava staðið á odda fyri okkara enormu íløgum úti til havs. Tað kann tykjast sum um talan kann hava verið um ein markantan lyndismun. Meðan kirkju- og urgubyggjararnir funnu saman og ikki bert hava kært seg um, hvussu kirkjan fór at síggja út móti verðini, men eisini hava skapað eina avvigaða heild, so hava hesir, ið hava latið byggja skip, nærum uttan undantak fyri sínum innaru eygum, sæð eina heilt aðra mynd, nevnliga ta narcissistisku: Teir hava sæð myndina av sjálvum sær: Heroiskir konstruktørar - staddir umborð - á brúnni - standandi á stýrisborðsveingi, meðan skipið tignarliga glíður søkklaðið og framtungt inn móti bryggjuni, har sólirnar skína. Á tremur upp undir lúnningarnar og eisini tað ikki brúkta økið til arbeiðspláss varð tikið til størri og størri rúgvur av maltrakteraðum fiski. Munurin var ein suveren teknologi Um kappingina ímillum Japan og USA - 80-árunum ber til í bókini YEN eftir Daniel Burnstein at lesa um, hvat ið tað var, sum var til munar millum londini bæði og sum endaði við, at Japan síðst í 80-árunum legði seg langt fram um USA á at kalla øllum økjum. Nei, tað vóru ikki kursmunir og valutaviðurskifti, ið gjørdu seg galdandi. Kappingarførleikin kom av einari suverenari teknologi, betri framleiðsluhættum og skilagóðari økonomiskari stýring á stjórnarplani. Talan var um ein annarleiðis og betri struktur. Lætti og meðaltungi ídnaðurin í Japan var førur fyri at >>levera<< innan 60 dagar, meðan USA ikki var ført fyri at lata vørurnar fyrrenn eftir nærum seks mánaðar eftir umbøn. Meðan brek kundu finnast á millum8 og 10% á amerikanskt framleiddum vørum, var tilsvarandi talið í Japan niðri á einum prosenti. Men høvuðsorsøkin var fyrst og fremst munurin í íløgum. Meðan amerikanska vinnulívið árliga gjørdi íløgur uppá 2.600 dollars fyri mannin, settu japanar 2,5 ferðir so nógvan pening í nýggja útgerð, umskúlingar og betringar av ymiskum slag. Japan gjørdi í 1977 íløgur svarandi til 6.500 dollarar/mann/ár. Eitt løgi fyribrigdi Sum eitt kuriosum og til sammetingar hava vit her í Føroym nakað, ið teir rópa íløgustuðul. Hesin stuðul er eitt løgið fyribrygdi: Peningurin verður brúktur vum eitt slag av konserveringssubstansi. Hildið verður lív í nøkrum gomlum skipum, ið fungera sum eitt slag av fysiskum panti hjá teim lánistovnum, sum ikki enn hava fingið avskrivað allar snøklar, sum eftir eru í føroyska flotanum eftir skrallið, ið gjørdist sjónligt í 1988. Nógv av hesum skipum, ið fáa henda stuðul, eru oman fyri 30 ár til aldurs, okkurt er eldri, okkurt eitt sindur yngri, okkurt er slett ikki til. Kappingarførið er eitt ókent fyribrigdi Her í Føroyum kunnu vit tískil nóg illa tosa við um tílík viðurskifti sum kapping, tí hetta er ókent fyribrigdi. Vit tosa framhaldandi, so løgið tað kann ljóða, støðugt um at fáa vinning burtur úr gomlum burturkasti: Burturúr einum kapitalapparati, sum stendur í ongum pengum. Harragud siga menn: >>Skipið stendur nú bert í so og so fáum krónum, so nú má tað so for ólukkan fara at bera til!<< - At vit um somu tíð tosa um eitt kapitalapparat, sum ikki kann nýtast til nakað sum helst, (nettupp tí at tað einki er vert!) - tað fortreingja vit framhaldandi. Tað er sum at sletta vatn á gás, verður roynt at fasthalda kjakið og vísa á, at tað ikki ber til at fáa lønsemi burturúr einum hvørjum skipi, bert tí at hetta ikki longur hevur nakran góðan, men liggur svínabundið við onkra bryggju og tískil kann fáast fyri lítið og lætt. Tað er einki mark fyri lovprísanini, ið kann taka seg upp runt eitt tílíkt svínabundið fund: >>Tú skuldi sæð motorin - hevur svarta einki gingið, tað er einans at taka og skifta okkurt rørið - okkurt er kanska við koblingini og onkrari pumpu...<< Nýggjasta dømið er akkumuleringin av skuld í blokkvirkinum vesturi í Vágum, har menn nú eru farnir undir at hjálpa kreditorunum burturúr teirra dilemma! Í staðin fyri at hava gjørt íløgur í røttu teknologiina úti til havs, hava vit sett nakrar milliónir á okkara fíggjarlóg ætlaðar til at pjøssa um yvirleðrið á okkara skeivt niðurslitna flota av gomlum tuflum. Vit byggja einki- hvørki skip ella arbeiðspláss Tann flotin, vit liggja og pjøssa um, varð bygdur sum >>skip<< fyri 30-40 árum síðani. Tað, sum varð bygt afturat hesum flota í 80-90-árunum, hevur eisini í stóran mun snúð seg um tað visuelt vakra skipið heldur enn um raionel ergonomisk røtt og funktionalistisk skip. Arbeiðspláss í orðsins sanna týdningi hevur tað als ikki og ongantíð verið talan um.Skip aftaná skip er komið. Vøkur, snotilig, angandi av nýggjari máling, skín-andi í sólglæmuni, fagurt litt, føgur á at líta. - Tey vóru gul - svørt - blá og reyð. Tey hava eitt yndisligt spring, vakrar nærum sansiligar linjur og kurvar - meðan arbeiðsplássið nærum altíð var einans ein hissini amboðskassi, stúvaður niður í bonkin, nakrir pakkar av seymi, eitt noða av twine, nakrar slanguklemmur, eitt sløg av gummipakningi. Nøkur bretti surrað uppá brúgvatakinum... tað var alt - og tað er framvegis alt! Tað er eingin broyting í okkara hugburði í samband við kappingarføri. Sum tað var eftir stríðslok í 1945, so er tað enn í dag. Komnir í 50-árini var tað eydnast okkum at brenna av allar kapitalognirnar hjá teimum stóru handilshúsunum suðuri í Suðri. Alt fór í sluppirnar, ið vórðu umbygdar fyri himmalin viti hvussu nógvar milliónir. Koltrolararnir fóru við sínum stóra parti. Illa komnir av teim skaðum vit við nýggja trolaraflotanum hava givið okkum sjálvum, tykist tað sum um tað ikki er orka eftir til so frægt sum at byggja upp. Á øllum fýra, eyðmýktir. útbrendir og bankaðir detta vit um gáttina inn í eina nýggja øld? At tala um trygd og trivna í einum samfelag, har inntøkugrundarlagið byggir á nærum fullkomna tilvild, er ábyrgdarleyst. Fyri teir nógvu er talan um tað bera hykl. Nærri vit koma okkara lóggevarum og fremstu avgerarum, tess meira fær tosið brá av at verða manipulerandi og komin upp á ovastu tindar samfelagsins, tá er talan um bæði hykl og manipulatión. Tíðin fer at vísa, hvussu leikur fer. Aftursvar til Finnboga Ísakson Finnbogi Ísakson hevur eina grein í Sosialinum seinasta leygardag, har hann í yvirskriftini boðar frá, at onki uppskot er um eina sjálvstýrislóg, men at Javnaðarflokkurin hevur skotið upp at seta eina nevnd Neyvan nakar tingmaður veit betur enn júst Finnbogi Ísakson, at tað nyttar lítið hjá einstøkum flokki at leggja eitt liðugt uppskot fram um eina sjálvstýrislóg, tí hon kann ikki gerast veruleiki, fyrr enn vit hava havt eitt drúgvt parlamentariskt arbeiði, sum allir flokkar ella flestallir flokkar hava luttikið í.. Skal ein slík lóggáva hava møguleika fyri at vinna frama, so má hon verða eitt úrslit av tí, sum ein meiriluti á tingi vil. Hvussu ofta hevur ikki Tjóðveldisflokkurin lagt uppskot fram um loysing, føroyska grundlóg o.l., sum ikki hava tænt øðrum endamáli enn, at fólk hava fingið at vita, at stevna teirra framvegis er tann sama. Og hetta vistu tit, áðrenn uppskotini vórðu løgd fram. Endamálið var ikki at fáa eitt uppskot samtykt, men bert at vøllurin varð kritaður av, um strikurnar vóru kámaðar. Størri politiskar broytingar, sum eitt nú í okkara ríkisrættarligu viðurskiftum krevja tíbetur, at Føroya Løgting finnur saman í einari semju. Einari semju, sum ger, at tú orkar at broyta viðurskiftuni. Alt annað er bert markeringspolitikkur. Sig mær, hvussu nógv hevur Tjóðveldiflokkurin vunnið á sjálvstýrisleið einsamallur higartil? Ella hvussu nógv hava aðrir flokkar vunnið einsamallir? Hóast tit nú hava vind í seglini í seinastu veljarakanningini, so skulu tit hava meira enn dupult so nógva undirtøku, fyrr enn tit einsamallir kunna fremja tykkara egna politikk. T.v.s. at skulu tit ella vit ella aðrir vinna nakað á sjálvstýrisleið, so má hetta gerast sum úrslit av eini parlamentariskari semju á Føroya Løgtingi, har allir partar fáa og geva nakað. Tað er forrestin politikkur. So tað, sum Javnaðarflokkurin higartil hevur gjørt, er, at hann hevur latið upp fyri møguleikanum, at eitt drúgvt fyrireikingararbeiði kann byrja, sum síðan kann føra til, at ein politisk semja verður funnin, sum hevur poltiskar møguleikar fyri at verða samtykt. Og tað má sigast, at á tingi er tað framvegis galdandi, at tað eru tey mál, sum verða samtykt, sum flyta mørk. Men harfyri er ikki sagt, at okkara flokkur ikki hevur ítøkiligar ætlanir fyri, hvat okkara partur av hesum politiska samstarvi skal vera, men tað tænir avgjørt ikki nøkrum endamáli, at vit siga, at soleiðis og soleiðis skal tað vera, nú er leyst og liðugt, tí hvat skulu so aðrir flokkar koma við. Tú verður noyddir til at hava eina opna dagsskrá, men yvirskipaða málið er at vit gera eina nýggja skipan við meira sjálvræði. Eg havi sagt tað so mangan fyrr, og eg kann endurtaka tað aftur her, at bestu garantar fyri, at avgjørt einki hendir á sjálvstýrisleið, eru Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin. Ein loysing av og á á eina A-4 síðu, sum onkur plagar at taka til, hon loysir als einki, og framvegis skylda tit Føroya fólki eina frágreiðing um, hvussu fíggjarlógin fer at síggja út, aftan á at tjóðveldið Føroyar er stovnsett. Vit kunna væl ganga út frá, at loysingin ikki verður framd við náðigávum úr danska ríkiskassanum. Tað kann væl saktans ikki hugsast, at tað verður danska heimahjálpin, sum skal fíggja loysingina.Eitt so stolt mál, má eisini hava stoltar loysnir ~n eisini tær fíggjarligu Jóannes Eidesgaard Bjørn á Heygum og uppskot hansara - ein hóttan móti rættartrygdini Bjørn á Heygum legði sum kunnugt herfyri, saman við politiska samstarvsfelaga sínum, Óla Breckmann, fram uppskot til lóg um føroyskan arbeiðsrætt. Tað er ikki av tilvild, at tað eru hesir báðir persónar, sum í felag leggja fram hetta uppskot, sum ikki bert er ein hóttan móti fakfelagsstættini, men eisini er ein óhugnalig roynd at traðka niður nakrar av teimum mest týðandi táttunum í tí rættartrygd, sum vit meta sum eina sjálvfylgju í einum demorkatiskum samfelag. Uppskotsstillararnir, og serliga løgfrøðingurin Bjørn á Heygum, sum átti at havt skil fyri vanligum grundleggjandi demorkatiskum rættindum, hava roynt at bilt fólki inn, at í Føroyum valdar fullkomin ruðuleiki á arbeiðsmarknaðinum, og at ein arbeisrættur skal fáa skil á hesm viðurskiftum aftur. Føroya fólk og ikki minst føroyski veljarin eigur tó at vita, at Bjørn á Heygum sigur ósatt, tá hann í fjølmiðlunum tykist at leggja føroysku fakfelagsrørsluna undir ikki at virða galdandi sáttmálar og siðvenjur. Tey, sum hava minsta skil á fakfelagsviðurskiftum, vita, at í grannalondum okkara, og ikki minst á evropeiska meginlandinum, eru nógv fleiri og meira álvar-som tiltøk (t.d. verkfall, fysiskar blokadur o.a.) á arbeiðsmarknaðinum, enn vit hava í Føroyum. Tað er tí einki annað enn valagn, tá Bjørn á Heygum við ræðusøgum sínum roynir at billa Føroya fólki inn, at føroysku fakfeløgini og føroyski løntakarin hava skapt ruðuleika á arbeiðsmarknaðinum. Lógaruppskotið hjá Bjørn á Heygum, løgfrøðingi Sum kunnugt er rættarskipan okkara heft at tí donsku, og dómstólarnir eru ikki tí føroyskt sermál. Tað fyrsta sum ein løgfrøðingur tí átti at kannað var um Løgtingið hevur heimild at lóggeva um ein slíkan >>spesialdómstól<<, sum arbeiðsrætturin er. Tá vit ikki hava yvirtikið rættarskipanina, er ivasamt um Løgtingið hevur lóggávuheimild á hesum øki. Uppskotsstillararnir, har Bjørn á Heygum, løgfrøðingur er annar, nevna ikki við einum orði spurningin um hvørt Løgtingið hevur lóggávuheimildina, og tað má tykjast sera løgið, tá vit hava í huga, at her er talan um persón, sum ikki bert er løgtingslimur, men eisini er útbúgvin løgfrøðingur. Uttan mun til um Løgtingið hevur lóggávuheimildina ella ikki, so er tað ein spurningur, sum átti at havt verið nevndur í viðmerkingunum til nevnda lógaruppskot. Ætlanin at >>revsa<< føroyska løntakaran Sambært grein 13 í lógaruppskotinum, so skal arbeiðsrætturin kunna revsa tey við bót, sum bróta galdandi sáttmála. Vert er at hava í huga, at sambært lógaruppskotinum hjá Bjørn á Heygum og Óla Breckmann, so eru tað ikki bert feløgini á arbeiðsmarknaðinum, sum skulu revsast við bót, men eisini føroyski løntakarin, sum persónliga kann áleggjast bót um hann ger brot á galdandi sáttmála. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið framgongur klárt, at t.d. ein løntakari skal kunna dømast at gjalda bót til arbeiðsgevaran sjálvt um arbeiðsgevarin ikki hevur mist eina krónu orsakað av sáttmálabrotinum. Talan er tí um eina revsing, ið fyri okkum er púra fremmant, tí vanliga siga vit, at borgari ikki kann revsast, um hann ikki hevur framt eitthvørt lógarbrot. Kanna vit støddina av teimum bótum, sum danski arbeiðsrætturin hevur dømt, so er ofta talan um heilt stórar upphæddir. Tað, sum vit eiga at spyrja okkum sjálv um er, um hetta lógaruppskot, sum skal geva arbeiðsrættinum heimild at døma føroyska løntakaran revsing (bót) er í tráð við vanligu regluna um, at borgarar landsins skulu viðgerast eins. Svarið er nei, tí ætlanin hjá Bjørn á Heygum og meduppskotsstillara hansara er, at bert partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu kunna revast fyri sáttmálabrot. Vanligi føroyingurin spyr helst seg sjálvan, hví Bjørn á Heygum skal royna at gera føroyska løntakaran til brotsmann, um hann ikki fylgir gjørdum sáttmála. Hví setir Bjørn á Heygum ikki samstundis fram uppskot um, at t.d. sakførarar, læknar, handilsmenn, grannskoðarar og reiðarar, sum gera sáttmálar av ymiskum slag, eisini skulu revsast við bót, um teir ikki halda teir sáttmálar teir gera? Teir starvsbólkar, sum nevndir eru frammanfyri, gera jú dag og dagliga sáttmálar av ymiskum slag. T.d. ger sakførarin, handilsmaðurin og reiðarin sáttmálar um key og sølu, men hví ynskir Bjørn á Heygum ikki eina lóg, sum gevur heimild at revsa hesar bólkar við bót, um teir bróta gjørdar sáttmálar??? Tað er eingin ivi um, at uppskotið hjá Birni á Heygum og Óla Breckmann leggur upp til, at gera mun á borgarum landsins. Eftir uppskotinum, so skalt tú kunna dømast bót, um tú sum t.d. løntakari ikki heldur galdandi sáttmál, men tað skal ikki hava somu avleiðing, um ein sakførari ella handilsmaður ikki heldur ein sáttmála um keyp ella sølu. Eg skal eisini vísa á, at lítið fantilsi tykist vera á lógaruppskotinum, tí í § 13 verður hvørt um annað víst til >>sáttmálabrot<< og >>lógarbrot/lógbrótari<<, so ilt er at fáa skil á, um uppskotsstillararnir vilja hava revsingina tengda at sáttmálabroti ella lógarbroti, men hesin hurlivasi vísir greitt, at Bjørn á Heygum hevur ilt við at skilja millum sáttálabrot og lógarbrot, og hetta er kanska ein av orsøkunum til, at hann er við at seta fram slíkt lógaruppskot. Viðvíkjandi teimum hagtølum, sum eru tøk um rættarmál, sum viðgjørd eru í danska arbeiðsrættinum, so vísa kanningarnar, sum Ole Krarup professari gjørdi í 1980, at meginparturin av málunum vóru mál, har arbeiðsgevarafeløgini stevndu fakfeløgunum, so tær ódokumenteraðu metingar, sum útvarpið hevur fingið fatur á herfyri, eru neyvan eftirfarandi. Vit innan fakfelagsrørsluna er nøgd við ta skipan, vit hava, har vanligu reglurnar um endurgjald eru galdandi, og hetta hava fleiri av grannalondum okkara eisini valt í staðin fyri at gera partarnar á arbeiðsmarknaðinum kriminell við at lógarfesta heimildina at geva bót fyri sáttmálabrot. Bjørn á Heygum og rættartrygdin Umframt at leggja upp til, at bert ávísir samfelagsbólkar skulu kunna dømast revsing fyri sáttmálabrot, so hevur Bjørn á Heygum og meduppskotstillari hansara í grein 12 mælt til, at dómarnir í arbeiðsrættinum skulu vera endaligir og ikki skulu kunna skjótast inn fyri annan rætt ella fyrisitingarligan stovn. Við øðrum orðum vil løgtingslimurin og løgfrøðingurin Bjørn á Heygum seta í gildi lóg, sum ikki bert gevur arbeiðsrættinum heimild at áleggja ávísum samfelagsbólkum revsing fyri sáttmálabrot, men hann vil eisini taka frá hesum borgarum rættin at royna hesa avgerð í hægri rætti. Tað, at kunna royna eitt mál í hægri rætti er, sum kunnugt í einum og hvørjum demokratiskum samfelag ein høvuðshornasteinur tá talan er um rættartrygd Borgarin, sum ikki er nøgdur við avgerðina, sum Føroya Rættur tekur, hevur sjálvsagt rætt til at skjóta avgerðina inn fyri landsrættin, og fyri allar føroyingar er tað helst heilt óhugsandi, at hesin rætturin at royna mál sítt í hægri rætti verður tikin frá okkum. Tað er sera umráðandi, at allir føroyingar gera sær púrasta klárt, at Bjørn á Heygum og Óli Breckmann við lógaruppskotinum um arbeiðsrætt vilja taka frá okkum rættin at royna eitt mál í hægri rætti, tí teir mæla til, at dómarnir hjá arbeiðsrættinum skulu vera endaligir. Aftur her kunnu vit spyrja, hví skal hendan óhugnaliga skerjing av rættartrygdin bert vera galdandi fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum? Hví skal t.d. sakførarin, handilsmaðurin og reiðarin, sum verður drigin í rættin, tí hann ikki heldur sáttmálatreytir sínar, framvegis kunna royna mál sítt í hæri rætti, um hann er ónøgdur við avgerðina hjá Føroya Rætti, tá fakfeløgini ikki skulu hava henda rætt? Eisini munnu teir flestu føroyingar spyrja seg sjálvar, hvussu hetta, at taka so munandi partar av rættartrygdini frá ávísum samfelagsbólkum, svarar til tey penu orðini hjá Birni á Heygum undan seinasta løgtingsvali, har hann í fjølmiðlunum førdi seg fram sum tann persónur, sum skuldi tryggja okkum føroyingum rættartrygdina. Vónandi sær føroyski veljarin, og ikki minst vanligi løntakarin, at talan r bert um valagn, og at Bjørn á Heygum í veruleikanum ger beint tvørtur ímóti tí, sum hann lovaði undan valstríðnum. Bjørn á Heygum og herferð hansara móti fakfeløgunum Í Dimmalætting leygardag-in 7. februar 1998 avdúkar Bjørn á Heygum veruliga andstygd sína móti føroysku fakfelagsrørsluni. Tað er ilt at skilja, at hesin persónur, við sínum fakfelagsfíggindaliga hugsunarhátti kann hava virkað sum semingsmaður. Greinin í Dimmalætting er úr enda í annan ein illgiting av føroyskum fakfelagsrørsluni, og tað er nógv fyri at síggja, at hesin maður, við síni ófantaligu skriving, skal ditta sær at tosa um útsøgnina hjá øðrum. Hví sigur Bjørn á Heygum í greinini, >>einaferð var ósemja um lønina á Porkeris Roykivirki<<, tá hann veit, at talan var um arbeiðsgevara, sum í mánaðvís hevði goldið arbeiðsfólkinum ov lítla løn, og at hesin arbeiðsgevari ferð eftir ferð, til fánýtis hevði fingið at vita, at hann rindaði ov lítla løn? Hví ber hann í bøtuflaka fyri arbeiðsgevara, sum í mánaðir ikki rindar løntakarunum lønina, sum teir eiga rætt til, tá hann veit betur? Greinin í Dimmalætting vísir skilliga, at Bjørn á Heygum ikki hevur áhuga í at lýsa støðuna á arbeiðsmarknaðinum objektivt. Hann vil heldur lýsa støðuna sum um at tað eru fakfeløgini og løntakararnir, sum bróta gjørdar sáttmálar, meðan hann einki nevnir um tey ótaldu dømir, har arbeiðsgevararnir ikki rinda løntakarunum lønina, sum hesir løntakarar eiga til góð-ar. Bjørn á Heygum tykist tó at hava fingið góða hjálp frá øðrum, tá hann skrivaði grein sína í Dimmalætting, har hann goysir gor og gall yvir fakfelagsrørsluna og serliga Føroya Arbeiðarafelag. Tað sæst skilliga, at tey dømir, sum ímyndaðu sáttmálabrotini hjá FA, sum Bjørn á Heygum vísir til, eru tey somu sum formaðurin hjá Føroya Fiskimannafelag í áravís hevur ført fram, so her hevur Bjørn á Heygum tikið við góðari læru, men at endurtaka hesi ósannindir um FA ger tey ikki meira sonn. Mín vón er, at ikki bert fakfeløgini, men eisini teir túsundtals løntakarar kring landið, við lógaruppskotinum hjá Bjørn á Heygum og Óla Breckmann, og skrivingini hjá Birni í Dimmalætting, síggja vandan við tí politikki, sum hesir menn standa fyri, og ikki minst nú val stendur fyri durum er tað sera týdningarmikið at hava í huga, hvørjir politikarar vilja skerja rættartrygd okkara. Tórshavn, 10.02.1998 Ingeborg Vinther Sámal Petur í Grund: Politisk svarthálka Viðmerking til Atla Hansen og grein hansara í Dimmalætting 12. februar 1998 Mikumorgunin 11. februar var av tí allar hálasta, sum vit hava uppliva í vetur. Fólk, sum noyddust av húsum, høvdu trupult við at fóta sær. Tílíkar morgnar kann ein vænta sær bæði líkt og ólíkt, men at hava ilt við at fóta sær innandura, man ikki koma oftani fyri. Sambandstingmaðurin Atli Hansen hevur henda morgunin skrivað eina grein til bløðini, har hann bæði glíður og skoytar, ja nærum fer í snirr. Yvirskriftin, eitt sindur undirlutakend, tilleggur Helenu Dam á Neystabø ávísar trupulleikar, meðan innihaldið ber brá av at val er í hondum, og at Atli Hansen og undirritaði eru í sama valdømi. Atli Hansen almannakunnger í hesi grein, at hann verður millum teirra, sum ætla sær at stilla upp til komandi val. Atli metir Atli Hansen metir ikki, at Sjálvstýrisflokkurin hevur so nógv at skriva um á roknifjølini, og sipar til floksins lut í samgongusamstarvinum seinastu 3 árini. Ja, hann fer so langt, at hann metir ikki nakað nevnivert at vera komið burturúr hjá Sjálvstýrisflokkinum hetta tíðarskeiðið. Atli Hansen metir ikki, at løgting og landsstýri hava fingið nakað burturúr at hava eygleiðarar við í bankakanningini, nakað sum eg hugsi, at flestu føroyingar annars hava følt sum ein tryggleika og borgan fyri at kanningin er á einum rímiligum støði. Atli Hansen kennir ikki nakað til ósemju millum hann og Bjørn á Heygum um arbeiði hjá §19 nevndini, nakað sum er komið ógvuliga greitt fram í fjølmiðlunum seinastu dagarnar. Atli Hansen sigur, at felags fyri sjálvstýrisfólkini á samgongufundum, var, at tey ongantíð søgdu nakað, og skilið var hareftir. Her skal eg geva honum rætt í, at høvdu vit í sjálvstýrisflokkinum gjørt meiri vart við okkum, so hevði skilið uttan iva verið betur enn tað er! Roknifjølin Lat meg venda aftur til roknifjølina og nakað av tí sum kundi verið skriva á hana. 15. septembur 1994 tók landsstýrismaður sjálvstýrisflokksins við ábyrgdini fyri m.a. samskiftis- og mentanarmálum. 25. juni 1995, altso 9 mánaðar eftir, bleiv stásilig kirkja vígd í Gøtu. Dronning Margretha, nærum allir norðurlendsku biskuparnir og mong onnur luttóku við hetta hátíðarhald. Kirkjan hevði staðið í ger í mong ár og hóast kirkjufólkið kytti seg í ein mun sum er alla æru vert, so vóru útlitini fyri liðugtger ikki tey ljósastu. Fyri at brúka tíni egnu orð til kirkjuráði á staðnum Atli, so setti landsstýrismaður sjálvstýrisflokksins sær fyri, at kirkjan skuldi gerast so mikið liðug, at hon kundi vígast og takast í brúk tann 25. juni 1995. Landsstýrismaður sjálvstýrisflokksins skaffaði neyðuga peningin til liðugtgerðina. Eisini syrgdi landsstýrismaður sjálvstýrisflokksins fyri, at vígslan bleiv ein liður í drotningarvitjanini og at norðurlendsku biskuparnir vóru við. Syrgiligt, at tingmaður av staðnum skal halda so lítið um stásiligu kirkjuna, at hon skal koma undir tað sum ikki er nevnivert! Væl veit eg, at kirkjan hevði aðrar trupulleikar enn liðugtgerðina at dragast við, sum ikki blivu betri við at kirkjuráðsformaðurin stakk halan millum beinini stutt eftir vígsluna. Samferðslan At enda í greinini kemur Atli Hansen inná Skotlandssiglingina og samferðslupolitikkin sum heild hetta tíðarskeiði. Hann greiðir frá, at hann á samgongufundunum um hetta evnið ávaraði móti loysnini sum bleiv á Skotlandsleiðini og bað landsstýrið um at halda fingrarnar burtur og lata vinnuna sjálva finna útav hesum. Skilji tað hvør í skilja vil - bleiv tað ikki loysnin, at landsstýrið helt fingrarnar burtur og vinnan sjálv fann útav hesum? Tað kom ongantíð nakað skil, ella byrjan til skil á samferðsluøkinum. Landsstýrismaðurin rætti ikki hond frá síðu at gera ætlanir og tá íð so óhappini hendu, ja so var alt bara panikkur, og eingin skilagóð loysn lá klár. Jú Atli, sanniliga vóru ætlanir á samferðsluøkinum, men viljin til at stuðla var ikki altíð til staðar. Av teimum ætlanum/og útførdum ætlanum innan samferðsluøki, sum undirritaði heldur vera nevniverdar, eru m.a. hesar: -yvirtøka av uttanlandssamskiftinum yvir telefon. -nýggj fjarskiftislóggáva. -Telefonverkið sum partafelag. -nýggj lóggáva um postflutning. -postverkið sum partafelag. -Skotlandssiglingin skipað í partafelag. -nýtt skip til sigling um Skopunarfjørð. -annað skip til Skálafjarðarsiglingina. -annað skip til sigling um Suðuroyarfjørð. -møgulig ferðafólkaflúgving til Suðuroynna. -umbygging av Másanum. -víðkan av flogvøllinum í Vágum. -fast samband um Vestmannasund. At Sambandsflokkurin, ella formaðurin í tingbólki Sambandsflokksins, heldur ikki sær hesi mál sum nevniverd, fer veljarin kanska at leggja sær í geyma til komandi val. Markerings- trupulleikar Yvirskriftin á greinini tillegði formanninum í Sjálvstýrisflokkinum at hava markeringstrupulleikar. Her kunnu vit ikki annað enn verða ósamdir. Formaðurin í tingbólki sjálvstýrisfloksins, Helena Dam á Neystabø, hevur ongantíð havt trupulleikar við at markera seg. Hon hevur í kraft av teim álitispostum hon hevur havt, fingið rættuliga stóra uppmerksamheit í fjølmiðlunum og hevur ongantíð havt trupulleikar av hesum. Trupulleikar av sínum markeringum fær ein fyrst, tá markeringin elvir til stríð, til dømis innanflokks, tá tingmenn markera seg móti hvørjum øðrum, ella tingmaður móti landsstýrismanni í sama flokki. Hetta var júst tað sum Helena vísti á í sambandi við úttalilsini um kanningina hjá §19 nevndini, hvar Atli Hansen og Bjørn ikki drógu somu línu og ynsktu at markera tað í fjølmiðlunum. Tað sama var væl galdandi, tá formaðurin í tingbólki sambandsfloksins fanst at løgmanni í sambandi við samgongufundirnar, sum nú eftir øllum at døma eru komnir inn í varman aftur. Tá var trupulleikin so stórur, at formaðurin í tingbólkinum bleiv burtur og kom ikki afturíaftur fyrrenn sjónvarpið kom fram á hann aftaná at Hvalvíkingar høvdu fingið hann í rætt. Húseigarar sýna ikki skorsteinsreinskingini ans Fyri tveimum árum síðan yvirtók Býráðið skorsteinsreinskingina í Havn. Tað hevur gingið striltið at fáa samband við húseigarar um hetta mál, men nú fer Tórshavnar Sløkkilið undir regliga ókeypis skorsteinsreinsking Tað kann koma sethúsaeigararum aftur um brekku, um teir ikki síggja til at skorsteinurin verður reinskaður. Kemur eldur í eini sethús, kann avleiðingin verða, at tryggingin ikki tekur við. Nú hevur Býráðið gjørt av at lata Tórshavnar Sløkkiliði umsita skorsteinsreinskingina. Tveir skorsteinssóparar eru í arbeiði, til hetta endamálið. Petur Seloy, støðleiðari, sigur við Sosialin, at tað hava verið trupulleikar av skipanini. Eru fólk ikki inni, tá skorsteinssóparin kemur, verður eini lepi koyrdur í postkassan, um at ringja til Brandstøðina og avtala eina tíð. Trupulleikin er, at fólk ikki geva hesi áheitan gætur, sigur støðleiðarin. Sambært grein 23 í brunalógini, verður tað álagt fólk at hava eftirlit við skorsteinunum, í minsta lagi triða hvørt ár. Vit kunnu nú bjóða hesa tænastu ókeypis. Verður hetta ikki gjørt, kann tað fáa óhepnar avleiðingar - bæði heilsuliga, og fyri tryggingina, um eldur kemur í húsini, sigur Peter Seloy. Regluliga ókeypis skorsteinreinskingar skipanin er galdandi fyri øll hús í Tórshavnar Kommunu. Fólk skulu bert venda sær til Brandstøðina í Havn, har nærri fæst at vita um nýggju skipanina. Frælsur ítróttur >>At renna undan frælsinum, mennir onga menniskju<<, segði rektarin á Læraraskúlanum við nýggju pedagogarnar. - Var hetta í staðin ein olympisk disiplin, høvdu vit ivaleyst vunnið eitt gullmerki Jan Müller Leiðslan fær ein dyggan frammaná SEINASTA veljarakanningin og orðaskiftið í kjalarvørrinum frá henni hevur avdúkað fleiri áhugaverd politisk viðurskifti, tá tað snýr seg um Sambandsflokkin. FYRI tað fyrsta vilja heili 30 prosent av sambandsveljarunum hava meiri sjálvstýri. Bara stívliga ein triðingur vil varðveita verandi skipan. Og eitt prosent vil enntá hava loysing!!! FYRI tað annað, so hevur Edmund Joensen, løgmaður, bara eina sjáldsama lítla undirtøku í sínum egna flokki. Ikki helvtin av sambandsveljarunum vísa á hann sum løgmann. HARAFTURAT hoyrdu vit nýggjar tónar frá skrivara Sambandsfloksins í útvarpssendingini, Føroyar í dag, týskvøldið. Gunnar Nattestad vil bart út sleppa av við ríkisstuðulin. HESAR sannroyndir eru ein dyggur framman á hjá leiðsluni í Sambandsflokkinum, sum hevur tvíhildið um, at ongar broytingar eiga at verða gjørdar í Heimastýrislógini. LØGMAÐUR, sum er formaður í Sambandsflokkinum, er farin so vítt sum at hótta við samgongusliti, um samgonguflokkar fóru at atkvøða fyri uppskotinum at seta eina stjórnmálanevnd. VIÐ hesi ódemokratisku framferð gongur løgmaður partvís ímóti viljanum hjá sínum egnu veljarum, og partvís ímóti viljanum hjá 70 prosentum av føroysku veljarunum. SO kann spyrjast, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri Sambandsflokkin sjálvan og møguleikarnar at skipa eina samgongu eftir næsta val? UM flokkurin ikki loysir upp fastlæstu støðu sína frá 1974, verður hvørki møguligt at skipa eina borgarliga samgongu við Fólkaflokkin ella eina >>heimastýrissamgongu<< við Javnaðarflokkin. TAÐ er greitt, at hesir flokkar, eins og Sjálvstýrisflokkurin, fara ikki í eitt nýtt samarbeiði við Sambandsflokkin, um hann ikki vil gera munandi broytingar í ríkisskapsviðurskiftunum. KENNA vit Sambandsflokkin rætt, setir hann seg helst uttanfyri, so hann aftan á kann siga, at tað vóru hinir, sum gjørdu broytingar, eins og hann hevur gjørt fleiri ferðir áður. HETTA er ikki konstruktivt, men hesa kósina setti Pauli Ellefsen, tá hann kom fram at í 1974, og maðurin, sum Pauli Ellefsen setti við, hevur hildið somu kós. GONGDIN seinastu árini hevur til fulnar prógvað, at neyðugt er at gera broytingar í viðurskiftunum við Danmark, men við verandi leiðslu fær Sambandsflokkurin neyvan ávirkan á tær broytingarnar, sum skulu fremjast í næsta valskeiði. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Upp í hvassan vind av vestri, men sum frálíður minkar hann vindin. Skýggjað og okkurt ælið og hitin fellur niður til 2 og 6 stig. Veðrið sunnudagin: Hann kemur av suðri og landsynningi og veksur vindin til hvassan vind og sum frálíður regn. Út á dagin hækkar hann upp í eystan. Hitin millum 3 og 8 stig. Veðrið mánadagin: Hann hækkar upp í norðan, andøvsgul upp í ein strúk og stundum regn ella ælingur. Hitin millum 2 og 6 stig. Móti kvøldi snarar hann í útsynning og sunnan og veksur vindin til hvassan vind. Veðrið týsdagin og mikudagin: Eitt skifti upp í ein strúk av útnyrðingi, seinni lækkar hann niður í útsynning og veksur vindin til hvassan vind ella skrið. Stundum regn ella ælingur og hitin millum 3 og 8 stig. Í gjár: Eitt veikt hátrýst, 1025 hPa. yvir Suður-Noreg fer í landsynning. Eitt lágtrýst við Ísland, 990 hPa. fer í landnyrðing. Brúgvalagið haðani fer norðureftir og fer nú um Føroyar og hevur lýggja luft av útsynningi við sær. Í dag: Komandi dagarnar fara fleiri lágtrýst um Føroyar av vestri og útsynningi. Týsdagur 17. februar 1998 Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Tilhaldið letur upp í mars Í løtuni verður arbeitt við at innrætta miðhæddina í gamla Føroya Banka til ítriv og annað virksemi fyri pensionistum, avlamnum og einkjum. Væntandi letur Tilhaldið upp 12. mars í ár Tey vaska og umvæla hølini, har Tilhaldið hevur fingið innivist, og tað gongur sum ætlað, sigur Wanja Petersen, leiðari á Tilhaldinum. Innbúgvið er fingið til vega, eisini ein køkur, sum skal nýtast sum ítrivkøkur, verður settur upp. Tilhaldið er í Tórsgøtu 21, har har verður opið fyri almenninginum, og tað er ikki neyðugt at vera limur í nøkrum felag, fyri at sleppa inn. Pláss er fyri eini 50 fólkum. Tórshavnar Kommuna hevur tikið stig til Tilhaldið, ið er skipað undir umsorgararbeiði, sambært grein 1, í kunngerð frá 1994. Hetta merkir, at pensionistar, avlamispensionistar og einkjur yvir 55 ár, hava atgongd til Tilhaldið. Vit fara m.a. at skipa fyri tiltøkum, har fólk verða gjørd virkin, sigur Wanja Petersen. Upplatingartíðin er frá kl. 10 - 15, frá mánadagi til fríggjadag. Spurd um tað ikki er óhøglig upplatingartíð hjá eldri fólki, sigur Wanja Petersen, at tað bert er fyribils. Í fyrstuni fara vit at skipa fyri, men ætlanin er at fólk sjálvi skulu standa fyri tiltøkum, og tá er hugsandi, at klokkutíðirnar broytast. Wanja Petersen væntar sær nógv at nýggja tiltakinum. Umstøðurnar eru góðar innanhýsis, og uttan fyri er vakur urtagarður, sum vónandi kann vera karmur um tiltøk í summartíðini. - Harnæst steðgar bussurin beint uttan fyri, so tað skuldi lætt um hjá teimum, sum ætla sær í Tilhaldið, sigur Wanja Petersen. jan muller jan@sosialurin.fo Falklands-oyggjarnar og Føroyar í sama báti Eg haldi vit kunnu læra nógv av Falklandsoyggjunum, sum eru í sama báti sum vit. Talan er um tvey lítil samfeløg, sum skulu klára seg mótvegis gigantunum í oljuvinnuni sigur Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetnisfelag, tí fyrsta privata føroyska oljufelagnum, sum varð stovnað fyri stuttum. Hann er júst heimafturkomin av kunningarferð í Bretlandi Føroyingar hava nú tvey privat oljufeløg. Í farnu viku varð stig tikið til nýggja oljufelagið "Atlantic Petroleum", sum longu hevur fingið játtaðar góðar 25 mill. kr. í partapeningi frá flestu av teimum stóru vinnulívsfyritøkunum í landinum. Tað er bert góður mánaður síðani, at stig varð tikið til fyrsta føroyska oljufelagið, sum hevur fingið heitið "Føroya Kolvetnisfelag" - Faroes Oil and Gas Exploration. Stjóri í hesum felagnum er Niels Sørensen. Hann er júst heimafturkomin av ferð í útlondum. Leiðin gekk til Bretlands, har ein fyribilsavtala varð undirskrivað við oljufelagið Dana Petroleum. Eisini nýtti hann høvi til at tosa við stjóran í privata oljufelagnum á Falklandsoyggunum, Desire Petroleum. Niels Sørensen sigur, at teir á Falklandsoyggjunum eru í nøkunlunda somu støðu sum vit føroyingar. Teir eru komnir eitt vet longur enn vit, tí fyrsta útbjóðingarumfarið hevur verið og fyrstu loyvini eru latin feløgum, sum fara undir boring í næstum. Ein boripallur er júst farin úr Aberdeen við kós móti Falklandsoyggjunum. Endamálið við at tosa við teir er at finna út av, hvussu teir sum eitt oljfelag í einum lítlum samfelag í tí gigantisku oljuverðini hava borið seg at, og tað vísir seg, at modellið vit hava brúkt líkist rættiliga nógv teirra sigur Niels Sørensen. Fólk í Falklandsoyggjunum hava teknað partapening í oljufelagið Desire Petroleum umframt at útlendsk fígging eisini er fingin til vega. Felagið hevur so fingið eina avtalu við oljufelagið Amerada Hess, ið er eitt av feløgunum, sum hevur fingið boriloyvi. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa upplýst, hvussu henda avtala er bygd upp. Í lagi við fleiri oljufeløgunum Niels Sørensen er ikki kløkkur av, at enn eitt føroyskt oljufelag er stovnað, síðan teir løgdu út. Tað, sum fer fram í Føroyum nú, har fleiri oljufeløg verða sett á stovn, er ikki annað enn tað sama, sum hendi í Noregi, tá oljuvinnan tók seg upp har. Tá vóru fleiri oljufeløg sett á stovn. Eg síggi hetta sum eina náttúrliga gongd og haldi heldur ikki hon skaðar umdømið hjá føroyingum mótvegis oljufeløgunum, tí tey kenna hesa somu gongd úr øðrum londum. Men eru nóg nógvir pengar í samfelagnum til at hava tvey privat oljufeløg og er ikki vandi í at binda stórar peningarupphæddir í slík feløg longu nú! Venda vit nú hetta á høvdið og spyrja, hvat hendir, so kunnu vit siga, at tá fólk velja at seta pengar í oljufeløg, verða hesi eitt slag av peningaumsitarum eins og ein banki annars er. Niels Sørensen sigur, at Føroya Kolvetnisfelag arbeiðir á tann hátt, at tað ger eina samstarvsavtalu um vitan við eitt útlendskt oljufelag. Tað er so nevndin, sum ger av, hvørjum ein skal samarbeiða við. Okkara kapitalisering av felagnum verður gjørd eftir tørvi. Tá tað er neyðugt við meira kapitali fara vit út eftir honum. Vit fara tí ikki at seta okkum stór mál í byrjanini men heldur arbeiða eftir umstøðunum. Niels Sørensen vísir á, at enn er alt so óvist. Hagtøl vísa, at ein út av 50 boringum gevur handilsliga framleiðslu. Sum støðan er nú hava føroyingar so møguleika at spjaða risikoina út á tvey ístaðin fyri eitt felag. Hann heldur tað kann hugsast at vera skilagott at seta pengar í bæði feløgini heldur enn bert tað eina. Ikki avgerandi hvaðani kapitalurin kemur Niels Sørensen sigur, at teir innan fyri nakrar fáar mánaðir fara út at tekna partapening til nýggja oljufelagið. Hvat viðvíkur útlendskum kapitali, so fer felagið at brúka partar av teimum umleið 6000 privatpersónunum og feløgunum, sum hava gjørt íløgur í Dana Petroleum. Hvat viðvíkur sjálvum felagnum Dana, so verður har bert talan um eina samarbeiðsavtalu um vitan. Niels Sørensen ivast í, hvussu relevant tað er í longdini at spyrja, hvar pengarnir koma frá og vísir til, at vinnan jú er global. Hann sigur annars, at øll eru vælkomin til at gera íløgur í felagið. Almennan oljupolitikk fyrst! Uppá fyrispurning um vit ikki eiga at fáa ein almennan oljupolitikk uppá pláss, áðrenn vit fara út og stovna fleiri privat oljufeløg heldur Niels Sørensen, at tað er skeivt nú at leggja forðingar í vegin fyri fríu marknaðarkreftunum. Hetta er rætt og slætt ein spurningur fyri tann einstaka, hvar hann vil brúka sínar pengar. Vit vilja á ongan hátt krógva, at her er talan um at seta pengar í eitt "high-riskøki", tvs. at tað er knýtt stór óvíssa at íløguni. Tí er eisini rætt at spjaða risikoina uppá fleiri anpartar. Niels Sørensen hevur annars áður sagt við Sosialin, at tað er í lagi við bæði privatum og almennum oljufeløgum. Hvat viðvíkur einum almennum oljufelag, so hevur løgmaður sett nevnd at gera uppskot til eitt slíkt. Formaðurin í nevndini er Arne Poulsen, vinnumálastjóri. Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo John Petersen offrar 350 arbeispláss í Suðuroynni Fyri at spara skalluttar 14 milliónir, er John Petersen, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum, til reiðar at offra 12 trolarar, sum geva 350 fólkum dagligt breyð og sum skapa eitt útflutningsviriði uppá 150 milliónir ­ Tað verður ein heilt álvarsligur smeitur fyri suðuroyingar, ger John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum álvara av ætlanini at taka íløgustuðulin frá teimum 12 lemmatrolarunum nú 1. mars. ­ Tað fer at kosta suðuroyingum 350 arbeiðspláss og tá fær landsstýrið eitt nógv álvasligari mál at taka støðu til, enn um tað er rætt at veita teimum 12 trolarunum 14 milliónir um árið í íløgustuðuli, tí tað er alt, sum tað kostar, sigur Bogi Mortensen, reiðari í Vági. Hann sigur, teir 12 lemmatrolararnir standa og falla við íløgustuðulinum. ­ Verður íløgustuðulin tikin burtur nú, fara teir allir á heysin, kanska við onkrum einstøkum undantaki. Keypt undir skeivum fortreytum Hann sigur, at tá ið skipini vórðu keypt, varð prísurin ásettur við teirri fyritreyt, at íløgustuðulin helt fram so leingi restskuld var í teimum. ­ Tí undrar tað meg at hoyra, m.a. ein bankastjóra siga alment, at íløgustuðulin eigur ikki at halda fram. Bogi Mortensen sigur, at vitstu teir, sum keyptu skipini, at íløgustuðulin fór at fella burtur um fýra-fimm ar, høvdu teir lagt upp fyri tí, táið skipini vórðu keypt. ­ So skuldu skipini verið keypt minandi bíligari, enn tey blivu. ­ Men so høvdu teir, sum fíggja, verið noyddir at avsett pening. Og í seldu teir skipini sum um íløgustuðulin skuldi halda fram so leingi rentur og avdráttir vóru at betala av skipunum. Bogi Mortensen sigur, at at íløgustuðulin verður burturav brúktur til rentur og avdrátt og er sostatt brúktur til tað, hann varð ætlaður. ­ Stuðulin er farin beinleiðis frá Gjaldsstovuni, til Realin ella Føroya Banka, tí hesir hava havt transport í honum. ­ Hinvegin hevur hann ikki verið so stórur, at hann hevur klára allar renturnar og avdráttirnar, og tí er tað mesta útvegað um raksturin av skipunum. Næstan alt í Suðuroy Tað eru 12 lemmatrolarar, sum fáa íløgustuðul. Tilsamans faa teir 14 milliónir um árið. ­ Skipini fiska á djúpum vatni, eftir fiski, sum annars ikki koma til høldar. Tey fáa ongan lut í tí góða fiskiskapinum eftir toski ella hýsu undir Føroyum, tí tað, teir fáa av toski og hýsu, er eitt everska lítið sløg í hjáveiðu. ­ Somuleiðis eru teir skerdir í royndunum eftir svartkalva. Klára seg skjótt sjálvi Reiðarin í Vági sigur, at hesir 12 djúpvatnstrolarnir fáa 14 milliónir um árið í íløgustuðuli. ­ Teir eru nú við at koma á eitt vegamót, so at teir skjótt klára seg sjálvir. ­ Restskuldin í trolarunum er nú komin niður á eitt slíkt støðið, at høvdu teir fingið íløgustuðul eini trý-fimm ár aftrurat, høvdu tey verið komin um tað ringasta, og høvdu kunnað klára seg uttan. Bogi Mortensen sigur, at ongin sigur, at íløgustuðulin skuldi verið fullar 14 milliónir øll árini. ­ Skipini høvdu eisini kunnað liva við, at hann bleiv minkaður so líðandi eitt sindur. Men at kappa hann á stokkinum nú, tað er ein vanlukka. 350 arbeiðspláss Bogi Mortensen sigur, at teir 12 djúpvatnstrolararnir avreiða at kalla burturav í Suðuroynni, hóast eitt sindur av fiskinum fer til Vágar. ­ Bara hendingaferð verður avreitt uttanlands. ­ Teir fiska eini 13.000 tons um árið, og tey hava eitt avreiðingarvirðið uppá einar 120 milliónir. ­ Av hesum 120 miliónunum, verða einir 40%, goldin í hýrum og beinlieðis lønum. ­ Tað svarar til einar 40 milliónir, sum aftur kasta 15-20 milliónir av sær í skatti til land og kommunur. ­ Er úrtøkan 40% í miðal, gevur hetta 5.200 tons av lidnari vøru. ­Og tey hava eitt útflutningsvirði uppá einar 150 milliónir. ­ Men raksturin av skipunum skapa eisini ein innflutning. ­ Oljunýtrslan er einar 20 milliónir, reiðskapurin 10 milliónir, viðlíkahald aðrar 10 milliónir og proviantur einar fýra milliónir. Og harumframt betala tey havnagjald, trygging grannskoðing o.s.fr. ­ Í hesum tølum er ein vinningur til tey, sum veita hesar vørur og tænastur. ­ Men uppi í hesumtølum eru eisini lønir. ­ Siga vit, at lønirnar í sambandi til oljuna eru 10%, av reiðskapinum eru tær 25%, viðlíkahaldi 60% og av proviantinum er 10%, lønir, gevur tað tilsamans 11 milliónir í lønum. ­ Av teimum verða betaltar tríggjar-fýra milliónir í skatti. Afturat tí koma lønirnar til trygging, grannskoðing o.s.fr. Tey 13.000 tonsini, sum skipini fiskað, skapa eina beinleiðis løn í framleiðsluni uppá 20 milliónir. Hetta gevur so aftur einar sjey milliónir í skatti. Bogi Mortensen sigur, at eini 15 fólk eru knýtt at hvørjum skipi. ­ Tað gevur so 180 arbeiðspláss. ­ Men tað verða onnur 180 arbeiðspláss skapt á landi av tí virksemi, hesi skipini hava. Bogi Mortensen sigur ,at hetta er ikki ein nágreinilig lýsing av, hvønn týdning hesi skipini hava. ­ Hetta er bara fyri at nevna, hvørja ávirkan tað hevði havt, missa vit hesi skipini. ­ Og sum tað sæst, hevur tað sera stóran tydning fyri landið at varðveita tey í flotanum, sigur hann. ­ Men fellur íløgustuðulin burtur nú, sum ætlað, fara tey næstan øll av landinum. ­ Tey allarflestu hava hægri prís uttanlands, enn tey hava her. Og partafeløgini hava skyldu at velja tað bestu loysnina fyri felagið, sigur Bogi Mortensen. Og verður íløgustuðulin tikin av, rúka tey 350 arbeiðsplássini - tey allarflestu í Suðuroynni. ­ Og so fáa politikararnir heilt aðrar spurningar at taka støðu til, enn 14 milliónir í íløgustuðuli, ella ikki, leggur hann afturat. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Hava selt síni partabrøv í Kósini Fríggjadagin seldu teir báðir A-partapartaeigararnir Jóhan Páll og Jóhan Dávid Joensen síni A-partabrøv til Norðoya Grunnin. A-partaeigararnir kundu ikki semjast um á hvønn hátt fíggjarliga grundarlagið skuldi styrkjast Jóhan Páll Joensen og Jóhan Dávid Joensen eru ikki longur A-partaeigarar í P/F á Kósini. Í stuttum tíðindaskrivið, sum varð sent út fríggjadagin, boðaðu A-partaeigararnir frá, at Jóhan Páll og Jóhan Dávid Joensen høvdu selt sín partapening til Norðoya Grunnin. Kósavirkið fór á húsagang á vári 1993, og eftir tað tóku teir báðir, saman við øðrum, stig til at lata virkið uppaftur. Tað hevur verið nógv virksemi á P/F á Kósini síðani virkið lat uppaftur, men úrslitið hevur verið misjavnt. Hóast tað hevur virkið higartil kunnað svarað hvørjum sítt. Tey seinastu tvey árini hava høvuðspartaeigararnir roynt at styrkja um fíggjarliga grundarlagið undir virkinum fyri at tillaga felagið til øktu kappingina um fiskin, og fleiri uppskot hava verið frammi. Men meðan nevndin hevur arbeitt er komið fram, at teir eru ikki heilt samdir um hvussu hetta arbeiðið skal gerast. Tó er nevndin komin til ta niðurstøðu, at skilabest er at teir báðir selja síni partabrøv til Norðoya Grunnin. Jóhan Páll Joensen hevur verið stjóri á virkinum, og hann verður sitandi í stjórasessinum í eini skiftistíð, verður sagt í tíðindaskrivinum. Partaeigararnir í virkinum á Kósini vóru Norðoya Grunnurin, Arbeiðsmannafelagið, Arbeiðskvinnufelagið, Jóhan Dávid Joensen og Jóhan Páll Joensen. Hugstoytt Vit hava fingið orð á Jóhan Páll Joensen og spurt hann um støðuna, og um virkinum tørvar nógvan pening. Hann sigur, at skal virkið standa seg í kappingini við onnur virki og skulu neyðugu íløgurnar gerast, so skal virkið hava kapital. Jóhan Páll Joensen heldur fram, at tað er hugstoytt at fara: - Tað er hugstoytt, tí tær positivu ætlaninar sum vóru í byrjanini, tær eru har ikki longur. - Partaeigararnir kundu ikki semjast um, á hvønn hátt kapitaltilføringin skuldi gerast, og tí samdust vit um, at vit seldu okkara partapening til Norðoya Grunnin. Jóhan Páll og Jóhan Dávid Joensen áttu 15% av partapeninginum í virkinum á Kósini. Vit spurdu Jóhan Páll Joensen hvat hann so fór at takast við. - Eg havi ein bát, sigur hann, so eg skal nokk fáa tíðina at ganga, men eg arbeiði ikki við nøkrum øðrum ætlanum, um tað er tað tú hugsar um. Ongar viðmerkingar Finnur Kjølbro, sum er formaður í Norðoya Grunninum sigur, at hann í løtuni ikki vil gera viðmerkingar til støðuna, men sigur tó: - Partaeigararnir eru ikki nóg samdir um framtíðina. Finnur Kjølbro leggur dent á, at virkið á Kósini ikki er í fíggjarligum trupulleikum, men at hetta snýr seg um hvussu virkið skal tryggjast í framtíðini. - Tað eru vit ikki heilt samdir um. Hinvegin vóru vit samdir um, at teir báðir seldu sín partapening til okkara. Finnur Kjølbro sigur, at teir nú vilja hava frið at arbeiða við ætlanunum um at økja um kapitalin. Partapeningurin í P/F á Kósini liggur um 8 mió. krónur, við 6,5 mió í A-partapeningi og uml. 1,5 mió. í B-partapeningi. Norðoya Grunnurin átti 2,5 mió krónur, og Jóhan Páll og Jóhan Dávid Joensen áttu 1 mió krónur. Norðoya Grunnurin eigur sostatt 3,5 mió. krónur nú, og eigur tí meirilutan av partapeninginum. Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag eigur 2 mió. og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag eigur 1 mió. av A-partapeninginum á Kósini. Hvørki formaðurin í Arbeiðsmannafelagnum ella forkvinnan í Arbeiðskvinnufelagnum vilja gera viðmerkingar til málið. Nýíløgur og ES-krøv Sum sagt aðrastaðni í greinini, so er virkið á Kósini ikki í fíggjarligari neyð. Men maskinurnar á virkinum eru gamlar og skulu, sambært keldum, skiftast út innan alt ov langa tíð. Harafturat kemur, at ES-krøvini standa fyri durum, og samanlagt ger hetta, at virkið skal savna pening til nýggjar íløgur. Áki Bertholdsen Tað ger ongan mun í fyrstuni Tað fer ikki at gera tann stóra munin í fyrstuni, at tað nú verður lóg, at sjónvarpið ikki skal sleppa at senda óenyðuga harðligar ella serliga ónærisligar. Hvussu verður í longdini, er ov tíðliga at siga ­ Tað er í øllum førum greitt, at vit fara at halda lógina. Men í fyrstu syfti vænti eg ikki, at tað fær nakra serliga ávirkan. Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri sær ikki nakran serligan tvørleika í, at tingið eftir øllum at døma fer at samtykkja í dag, at tað skal standa beinleiðis í lógini, at sjónvarpið ikki skal senda óneyðuga harðliga ella serliga ónærisligar sendingar. Hann sigur at sjónvarpið fer enn, sum áður at taka avgerð um, hvat er borðbært og, hvat er ikki ­ Tað er ein meting, sum altíð verður gjørd. ­Tað stendur ikki í lógini, hvat er óneyðuga harðligt ella serliga ónærisligt. ­ Tað er eisini so ymiskt, hvussu lág gáttin hjá fólki er. ­ Tí stendur tað upp til leiðsluna í sjónvarpinum at gera av, hvat kann sendast, og ikki, og at leggja linjuna. Tróndur Djurhuus sigur, at hann gongur út frá, at nýggja fjølmiðla-ábyrgdarlógin kemur í gildi samstundis sum. ­ Og tað vil siga, at tá hava fólk eitt amboð at brúka, halda tey, at sjónvarpið er farið út um mark. ­ Eru fólk misnøgd við tær avgerðir, vit taka, ber til at brúka tað amboðið, sum er í fjølmiðlaábyrgdarlógini. Hava altíð roynt Tróndur Djurhuus sigur, at sjónvarpið hevur altíð roynt at lagt eitt ávíst støði í tí, sum sent verður. ­ Og so vítt eg minnist, hava vit ikki fingið eina einastu klagu í mong harrans ár um harðskap ella ónærisligt innihald í tí, vit hava sent. ­ Tað taki eg í hvussu so er sum tekin um, at fólk hava góðtikið linjuna, vit hava lagt. ­ So um hesar nýggju reglurnar í lógini fara at broyta úrvalið av sendingunum í longdini, er ov tíðliga at siga nakað um enn. ­ Tó haldi eg ikki, at linjan verður løgd um í fyrstu syftu, sigur sjónvarpsstjórin. Hann sigur, at sjónvarpið hevur lagt somu linju, sum onnur almenn sjónvørp, í okkara, mentaða parti í heiminum hava lagt, og tað ætla vit at halda fram við. Tróndur Djurhuus leggur annars afturat, at evropiska sambandi av almennum sjónvarpsstøðum, EBU, er í ferð við at gera eitt nýtt skjal um harðskap. Tvs, at hetta verður eitt skjal, sum stingur út í kortið, á hvørjum støði, almennu sjónvarpsstøðirnar í Evropa skulu leggja seg hvat harðskapi viðvíkur. Tað arbeiðið fylgir sjónvarpið væl við í, mest í gjøgnum tað norðurlendska sambandið av almennum sjónvarpsstøðum, sum SvF er uppi í. Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ein møguleiki kundi verið at gjørt Sjónvarp Føroya til eitt partafelag Tað hevði verið vert at kanna fyrimunir og vansar við at skipa Sjónvarp Føroya sum eitt partafelag, sum er fullkomiliga leyst av politiska valdinum ­ Vit góðtaka ikki eitt politiskt trýst. ­ Men prinsipielt er vandin fyri politiskum trýsti til staðar. Tí heldur Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, at tað hevði verið áhugavert at reist spurningin um at gjørt sjónvarpið enn meiri leyst av politiska valdninum, enn tað er nú. Hann heldur, at millum annað kundi tað verið áhugavert at kanna fyrimunirnar og vansarnar við at gera Sjónvarp Føroya til eitt partafelag, eins og Atlantic Airways er og eins og ætlanin er at gera við telefonverkið. Endaliga avgjørt í dag Tað er í dag, at tingið fer endaliga at samtykkja lógina um kringvarp v.m. Ein partur í tí lógini er, at sjónvarpsnevndin verður tikin av og at landsstýrismaðurin í mentamálum einsamallur setir sjónvarpsstjóran og útvaprsstjóran og sigur teir úr starvið. Tey eru fleiri sum halda, at hetta er ov stórt vald at geva einum einsamøllum landsstýrismanni. Men Tróndur Djurhuus, stjóri í sjónvarpinum sigur, at hetta er ikki nakað nýtt. ­ Tað heimildina fekk landsstýrismaðurin longu við nýggju stýrisskipanarlógini. ­ Men munurin er, at fyrr vóru tað sjónvarpsnevndin sum innstillaði stjórastarvið til landsstýrismannin, og hon verður tikin av nú. Tvs, at nú standa sjónvarpsstjórin og útvarpsstjórin beinleiðis til svars fyri landsstýrismanninum. Hevði ikki sloppið væl frá tí Men Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri sær hetta ikki sum nakra serliga hóttan ímóti teirri óheftu støðuni hjá sjónvarpinum. ­ Tað skal verða heilt greitt, at vit høvdu ikki góðtikið eitt politiskt trýst. ­ Hetta skal ikki takast sum ein hóttan, men eg eri púra vísur í, at tann politikari, sum royndi at leggja trýst á sjónvarpið, hevði ikki sloppið væl frá tí. Og tað vita teir eisini. ­ Men tað er rætt, at vansin til staðar. Og tað kann vera ein trupulleiki í sær sjálvum. Men tað eisini so nógvir mátar at leggja seg út í viðurskiftini hjá sjónvarpinum. ­ Landsstýrismaðurin kann t.d. "súlta^3 mál , sum hava týdning fyri sjónvarpið. Tó leggur sjónvarpsstjórin afturat, at hann hevur ongantíð verið úti fyri nøkrum slíkum. Eitt partafelag Men av tí at vansin fyri politiskum trýsti er til staðar heldur sjónvarpsstjórin, at tað kundi verið vert at umhugsa at at gjørt sjónvarpið enn meiri leyst av politiska valdinum - helst fullkomiliga leyst. Í tí sambandinum heldur hann, at tað tann møguleikin kundi verðið umhugsaður at skipa Sjónvarp Føroya í eitt partafelag, eins og Atlantsflog er og telefonverkið nú verður. ­ Tvs, at stjórin verður dagligi leiðarin á fyritøkuni, men at hann stendur til svars fyri nevndini í felagnum, og at nevndin liggur sum skott ímillum sjónvarpið og politiska myndugleikan. Tvs, at tað verður so eisini nevndin, sum setir og loysir stjóran úr starvið og annars hevur tað fíggjarligu ábyrgdina, og áyrgdina í aðrar mátar, mótvegis landsstýrinum. Tó leggur sjónvarpsstjórin dent á, at við hesum hevur hann ikki mælt til at gera sjónvarpið til eitt partafelag, men hann heldur, at tað hevði verið vert at kanna møguleikan. ­ Men sjálvandi skuldi politiski myndugleikin komið uppí við sínum krøvum í sambandi við íløgur t.d. Og eg haldi, at tað hevði verið sera áhugavert at reist spurningin um at gjørt sjónvarpið enn meiri leyst av politiska myndugleikanum, sigur Tróndur Djurhuus. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Nógv fólk til Janusar-løtu Nógv fólk vóru samankomin til Janusar-løtu í Norðurlandahúsinum seinnapartin leygardagin. Skráin var fjølbroytt, bæði fyrilestur, upplestur og sangur vóru á skránni Leygardagin skipaðu Rithøvundafelag Føroya og Mentunnargrunnur Studentafelagsins fyri Janusar-løtu í Norðurlandahúsinum Skráin var fjøllbroytt. Hanus Andreassen, rithøvundur, helt fyrilestur um skaldið J. H. O. Djurhuus og um ta bókmentaligu Janusar-ævisøguna. Tórshavnar Manskór sang tríggjar sangir hjá Janusi, og sjónleikararnir Páll Danielsen og Súsanna Tórgarð lósu yrkingar. Fyrilesturin hjá Hanusi Andreassen hevði støði í bókunum um skaldið, sum Hanus hevur givið út. Fyrilesturin snúði seg um hvussu bøkurnar vóru blivnar til. Hann greiddi m. a. frá, at frumspírin til verkið skuldi finnast í barnaárunum, tá hann fyrstu ferð hoyrdi yrkingar eftir skaldið. Eisini greiddi hann frá hvussu verkið fekk tað snið tað fekk. Hanus greiddi eisini frá teimum fellum sum liggja, tá ein skrivar slíkar ævisøgur. Ævisøgan um Janus er ein kritisk ævisøga, har dentur verður lagdur á tað bókmentaliga og søguliga við skaldinum. Hanus Andreassen tosaði m. a. um líkheitina millum spjadda persónin Janus og spjadda oyggjalandið Føroyar. Eisini tosaði Hanus um tað, at Janus livdi samstundis sum tjóðskaparrørslan, og hvussu hetta merkti skaldskap hansara. Tiltøk Møtir, fundir o.a. Samkoman Immanuel Møti mikukvøldið kl. 20.30. Rhema á Hálsi Mikukvøldið kl. 20: Møti. Preben Hansen talar. Leygardagin: Bíbliuskúli við Einar Joensen frá kl. 8.30 til kl. 12.00. Evni: Endatíðin. Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Ragnar Joensen talar og syngur. Morgunbøn: mánadag til fríggjadag frá kl. 06.45. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin, Tórshavn Í dag kl. 17: Club 7 up. Mikudagin kl. 15: Bøn. Mikukvøldið kl. 20: Kvinnuforum. Aglow, Tórshavn Fundur verður í kantinuni á Læraraskúlanum leygarkvøldið kl. 20. Allar kvinnur eru vælkomnar. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundur verður í Havn í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sending in frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Herning, Jylland 21. febr. verður tiltak fyri føroyingar í Jyllandi í Danmark. Tiltakið verður í Josvalskúlanum, Dalgasgade 11, Herning. Byrjað verður kl. 15.00 við hugnaløtu og uml. kl. 16.30 verður evangeliskt møti. Við verða Godtfred Joensen v/ familju. Eisini verður sangur, tala, søga, ljósmyndir o.a. Áhugað kunnu venda sær til Jens Olsen, tlf. 20458073, Símun J. Hansen, tlf. 20660962, ella Svein Askildsen, tlf. 97225623 Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Nordjobb - eitt tilboð til ungdómin! Aftur í ár kunnu ungir føroyingar við áræði søkja eitt Nordjobb í norrønu grannalondunum. Bert ein treyt er: tú skalt verða í aldrinum 18 til 26 ár Saman við Norrøna Felagnum umsitur Arbeiðsloysisskipanin Nordjobb í Føroyum. Hetta er norrøn verkætlan, sum byrjaði í 1985. Árið eftir vórðu Føroyar við í ætlanini og hava verið tað síðani. Í fyrra árið fór samlaða talið á norrønum ungdómum, sum høvdu roynt Nordjobb, um tey 10.000. Øll norrønu londini hava verið við í tiltakinum, sum er afturvendandi á hvørjum ári og sum Norrøna Ráðharraráðið fíggjar. Hydro Aluminium Mangar fyritøkur, bæði stórar og smáar, hava samstarvað við Nordjobb. Í tíðindaskrivi í 1996 sigur stórfyritøkan Hydro Aluminium á Karmøy í Noregi soleiðis um Nordjobb: >>Hydro Aluminium Karmøy har hatt nordjobbere siden starten i 1985. Utvekslingen har gitt oss en fin anledning til å bli kjent med og knytte flere bånd mellom de nordiske landene. Hydro Aluminium ser positivt på å engasjere ungdommer fra de nordiske land via et slikt utvekslingsprogram, da Nordjobbprogrammet ses på som et fruktbart samarbeide mellom arbeidstaker og arbeidsgiver<<. 20.000 ár 2000 Júst sambandið við arbeiðsgevarar er neyðugt í hesi norrønu verkætlan. Tey, ið skipa fyri Nordjobb, hava nevniliga sett sær fyri, at lata eins mong og higartil fáa eitt Nordjobb, hetta til aldarskiftið. Tað vil siga, at tilsamans 20.000 norrønir ungdómar skulu hava roynt seg í einum Nordjobbi, tá vit fara inn í ár 2000. Sum Nordjobbari, fært tú eitt starv í einum av norrønu grannalondunum. Starvsskeiðið er frá miðjum mai til miðjan september, tó í mesta lagi 3 mánaðir. Norrøna Felagið á staðnum finnur bústað og skipar fyri frítíðarvirksemi. Nordjobbarin rindar tó sjálvur ferð og uppihald, men fær løn, eins og fólk á staðnum í sama starvi. Kollfirðingur 3 ferðir Nordjobbari Ein ungur kollfirðingur, Poul Eli í Homrum, hevur ikki færri enn tríggjar ferðir verið nordjobbari. Hann greiðir soleiðis frá: >>Tríggjar ferðir havi eg verið í øðrum londum sum Nordjobbari. Tvær ferðir í Álandi og einaferð í Svøríki. Fyrstu ferð var í 1991. Alt var so nýtt og ókent og eg hevði ikki gjørt mær so nógvar tankar um hvørki Áland ella nakað norðurlendskt samstarv. At eg valdi Áland, komst kanska mest av tí, at oyggjaleikirnir vóru har tað árið og so alt hetta góðveðrið og sólin, ið vit sum føroyingar í Føroyum ofta mugu ferðast langt fyri at síggja. Summarið skuldi vísa seg at blíva ógvuliga hendingaríkt og stuttligt. Umframt allar Nordjobbararnar, kom eg á arbeiðsplássinum eisini í samband við ungfólk úr Finlandi, Svøríki og Estlandi. Her kann eg til stuttleika nevna, at ein genta eg arbeiddi saman við, hon var úr Svøríki, møtti eg aftur í 1996, tá vit komu at ganga á sama landbúnaðarskúla í Skåne. Summarið kom at enda og eg fór heimaftur við skjáttuni fullari av upplivingum hugbiringum um alt eg hevði sæð og hoyrt. Hetta ætlaði eg avgjørt at royna aftur. Á vári 1993 fór eg aftur til Álands sum Nordjobbari. Hetta vísti seg at skula blíva minst líka stuttligt, sum fyrru ferðina. Summarið 1995 var eg aftur uttanlanda sum Nordjobbari, hesaferð í Stockholm. Lívið í einum stórbýi, sum hesum, við meiri enn einari millión íbúgvum er sjálvandi nógv øðrvísi enn í Álandi. Men við tí sera hendingaríku frítíðarskránni, ið leiðararnir borðreiða við, fer eingin løta fyri skeyti. Eg kann út frá hesum trimum ferðum í Álandi og Svøríki við bestu sannføring, biðja allar føroyskar ungdómar søkja eitt Nordjobb. Tað verður uttan iva eitt sera gott minni og eitt upplivilsi fyri lívið. Tað er tað fyri meg!<< Hvør kann søkja Høvið at søkja Nordjobb hava tey, ið fylt eru 18 ár, men ikki 26 ár hin 1. juli í ár. Harafturat skal umsøkjarin hava rikisborgararætt í einum av norrønu londunum og kunna málbera seg skilliga á skandinaviskum, tað er antin donskum, norskum ella svenskum. Síðsta freist, at søkja Nordjobb í ár er hin 1. mai. Serstøk umsóknarbløð, ið skulu nýtast, fáast frá Arbeiðsloysisskipanini og miðnámsskúlum kring landið. Størvini, sum Nordjobbarar fáa, eru ógvuliga ymisk. Ilt er at søkja ávís størv, men í umsóknarblaðnum fært tú høvið at velja tað virkisøkið, tú serliga hevur áhuga fyri. Lønin er hin galdandi á staðnum. Um Internetið ber eisini til at koma í samband við Nordjobb og støðugt kunna seg við arbeiðsmøguleikarnar í grannalondunum. Adressan er: http://jordjobb.norden.no Fundur í Norðurlandahúsinum Nordjobb-ráðgevi í Føroyum er Birita Hansen. Hon er 26 ára gomul, er útbúgvin korrespondentur og starvast dagliga á ávísingareildini hjá Arbeiðsloysisskipanini. Aftusær hevur hon ein frítíðarleiðara, 25 ára gomlu Lailu Ísheim Thomsen, sum skipar fyri útferðum og øðrum tiltøkum fyri Nordjobbarum, sum koma higar. Mikukvøldið hin 18. februar fer Nordjobb-ráðgevin Birita Hansen at greiða frá um Nordjobb í Norðurlandahúsinum. Ungir føroyingar, sum eisini hava roynt Nordjobb, verða við á fundinum. Høvið verður eisini at fáa umsóknarbløð á fundinum, sum er almennur. Tað er Norrøna Felagið í Føroyum sum skipar fyri fundinum um Nordjobb, sum verður mikukvøldið kl. 19.30. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Tær hildu høvdið kalt og vunnu Hondbólt: Neistin helt høvdið kalt og vann, tá Kyndil fór at spæla ímóti dómaranum Tá tíggju minuttir vóru eftir at finaluni millum Neistan og Kyndil, var støðan 14-11 til Neistan. Tey flestu hildu, at dysturin var avgjørdur, men í staðin var tað um reppið, at Kyndil fór avstað við sigrinum í evstu løtu. Áðrenn tað høvdu teir mongu áskoðararnir sæð ein dyst við - við vanda fyri at ljóða kynsdiskriminerandi -óvanliga nógvum naskum nærdystum av einum kvinnudysti at vera, og onkuntíð var nær við, at spælarar fóru til hendurs. Hetta vísir, hvussu stór kappingin er millum tey bæði havnarfeløgini, men tað oyðilegði eisini dystin fyri ein part. Tilsamans vóru ikki færri enn 16 útvísingar í dystinum, har av í minsta lagi helvtin var givin fyri lógarbrot, sum fóru fram, har eingin bóltur var uppií. Bæði liðini, og serliga Kyndil, østu seg inn á dómararnar - teirra avrik tyktist eisini til tíðir at vera eitt sindur ivasamt, og teir høvdu ikki tamarhald á alla tíðina - og fleiri ferðir var nær við at koma rættiligt klandur í. Stjørnuspælarin hjá Kyndli, Lotte Sørensen, brúkti næstan meiri tíð til at keklast við dómararnar enn at spæla hondbólt, og tað ávirkaði eisini avrikið hjá restini av liðnum, tí spælið hjá teimum er so nógv bygt rundan um hana. Hetta dugdu tær meira royndu neistakvinnurnar eisini at gera sær dælt av, og seinnu helvt av fyrra hálvleiki brúktu tær til at leggja sjógv ímillum seg og mótstøðuliðið. Seinastu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki fór Neistin frá 5-5 upp á 9-6, og tey flestu roknaðu við, at sigursvandu neistakvinnurnar nú fóru at koyra dystin heim. Okkurt hendi Byrjanin av seinna hálvleiki bar heldur ikki brá av nøkrum øðrum. Neistin fór upp á 11-6 og seinni upp á 14-11, áðrenn Kyndil svaraði aftur. Tá hendi okkurt við Kyndlaliðnum. Knappliga góvust tær við at ilskast inn á dómaran og fóru í staðin at brúka kreftirnar til eina seinastu royndu at taka Neistan aftur. Og tað mundi eydnast. Seigt, men støðugt át Kyndil seg inn á Neistan, og tá klokkan vísti 28 minuttir, var støðan 15-14 til Neistan. Jórun Ludvig, sum annars hevði gjørt mest um seg í dystinum við at fáa eitt gult kort og tvær útvísingar, javnaði til 15-15, og minuttin aftan á legði hon Kyndil á odda fyri fyrstu ferð síðani tíðliga í fyrra hálvleiki, og bert ein minuttur eftir at spæla. Nú fekk Neistin knappliga skund, og tað eydnaðist Rúnu Wardum at javna aftur til 16-16. Sostatt noyddust liðini at spæla tvær ferðir fimm minuttir afturat, og tað orkaði kyndlaliðið ikki. Tær høvdu brúkt allar sínar kreftir til at taka neistaleiðsluna inn aftur, og Neistin brúkti bert fýra minuttir til at avgera dystin. 16-16 bleiv til 19-16, og so var liðugt. Eingin trúði uppá, at Kyndil fór at koma afturíaftur eina ferð afturat, og tað komu tær heldur ikki. Tá dysturin var liðugur, hevði Neistin vunnið 21-18, og at neistakvinnurnar vóru fegnar um at vinna dystin, sást á øllum. Í fjør var stórur munur á liðunum í finaluni, men í ár var nógv javnari. Og tá tú veruliga skalt stríðast fyri sigrinum, er hann so nógv søtari, tá hann er komin í hús. Neistin var betra liðið og hevði uppiborið at vinna. Tær spældu betur enn Kyndil, men tað var serliga síðstu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki, at tær vístu teirra format við at spæla, hóast tær ikki altíð vóru samdar við dómararnar. Tað dugdi Kyndil ikki, og tað kostaði teimum í síðsta enda eisini sigurin. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Nú kenna øll H71 Hondbóltur: H71, sum hevur verið eitt meir ella minni óskrivað blað í føroyskari ítróttarsøgu, slóg navn sítt fast í føroyska hondbóltsheiminum við at vinna steypakappingina So eydnaðist tað loksins H71 at skriva seg inn í føroysku hondbóltssøguna. Tað varð veruleiki leygardagin, tá liðið úr Hoyvík vann finaluna í steypakappingini fyri menn móti Kyndli. Hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at H71 (onkur segði Hans71) vann nakað í føroyskum hondbólti. Og gleðin var eisini eyðsæð millum leikarar og áskoðarar, tá dysturin var av, og H71 hevði vunnið 24-20. Størsti trupulleikin hjá Kyndli alt kappingarárið hevur verið verjan, og tað gjørdu kyndlamenn eisini nakað við. Frá byrjan av fóru teir út í hoyvíkingar við eini sera offensivari verju. Hetta tók eisini H71-liðið á bóli fyrstu løturnar. Men tað er sera krevjandi at spæla við eini tílíkari verju, og tað gekk ikki so leingi, áðrenn hesin taktikkurin varð sleptur. Tá hevði Kyndil megnað at spælt upp ímóti favorittunum, men heldur ikki meir. Vónin var ivaleyst at fáa eina lítla leiðslu við hesari verjuni og so halda hana so leingi sum gjørligt, men tað eydnaðist ikki. Kyndil kom ongantíð meir enn eitt mál framum, og móti endanum av fyrra hálvleiki fór H71 so smátt at leggja Kyndil afturum seg. Støðan í hálvleikinum var 11-9 til H71, og skriftin hómaðist á vegginum. Munurin ov stórur Í seinna hálvleiki fekk H71 trý tey fyrstu málini, og so var sloppið. Munurin kom nú upp á fimm mál, og eftir tað megnaði Kyndil ikki at hótta H71 aftur. Royndin var góð, men munurin millum liðini vísti seg at vera ov stórur. Nú gjørdist sigurin >>bert<< upp á fýra mál, men hann kundi verið størri. Tað var H71, sum stýrdi hendingunum so at siga allan vegin og hevði eisini sálarligu yvirvágina allan seinna hálvleik. Og so hoyrdust áskoðararnir hjá H71 eisini nógv betur enn teir hjá Kyndli, sum vóru komnir í størri tali enn vanligt við grønum málaðum andlitum, men sum tagnaðu burtur rættiliga skjótt. Kanska høvdu teir brúkt allar kreftirnar til kvinnufinaluna... Kyndil fekk einki burtur úr kappingarárinum í ár, og hetta sær út til at gerast ringasta kappingarár nakrantíð hjá 1. mansliðnum hjá Kyndli. Í fjør bleiv liðið nummar trý í landskappingini, og tað var ringasta úrslit nakrantíð hjá havnarfelagnum. Í ár sær út til at fara at ganga enn verri. Tað er einki, sum bendir á, at liðið fer at taka seg fram um nakað av teimum trimum oddaliðunum, og ein endastøða sum nummar fýra er ikki nakað, sigursvanda havnarfelagið er vant við ella brýggjar seg um. So er støðan beint tann øvugta hjá H71. Felagið hevur nú vunnið sítt fyrsta steyp, og um teir megna at halda upp á fólkið, er væl hugsandi, at tað ikki verður tað seinasta. Meistaraheitið vinna teir neyvan í ár, men næsta kappingarár byrja øll liðini á null, og við sama liði kann H71 koma enn longur upp í føroysku hondbóltssøgubókunum. Livst so spyrst. Spurningar til Tryggingarsambandið Føroyar Tá ið ein tryggingarskaði uppá eitt akfar er umvældur, hevur tað verið soleiðis, at eitt bræv kemur frá tryggingini um, at tryggingin hevur goldið verkstaðnum fyri arbeiðið og at møguleiki er fyri at fáa akfarið til eftirsýn. Tá ið ein tryggingarskaði uppá eitt akfar er umvældur, hevur tað verið soleiðis, at eitt bræv kemur frá tryggingini um, at tryggingin hevur goldið verkstaðnum fyri arbeiðið og at møguleiki er fyri at fáa akfarið til eftirsýn. Um eitthvørt er at finnast at, so skal sigast tryggingini frá innan 14 dagar. Er hetta alsamt galdandi? Flest allir akfarsánarir vita lítið og einki um umvælingar av akførum og hava tí lítlan og ongan møguleika fyri at meta um arbeiðið. Tað kann ganga long tíð, áðrenn tað vísir seg, at arbeiðið ikki er gjørt til lítar. Tað er alment komið fram, at Tryggingarsambandið hevur gjørt avtalu um, at tímalønin hjá verkstøðunum valdast, hvussu væl verkstaðið er fyri við framkomnum tólum, t.v.s. jú fleiri tól á verkstaðnum, hægri tímaløn kann verkstaðið krevja. Hervið hevur Tryggingarsambandið lagt eitt støði um tímalønina, sum allir bileigarar verða noyddir at gjalda, um bilurin skal á verkstað. Mín spurningur er, krevur Tryggingarsambandið nakra garanti frá verkstøðum uppá umvælingararbeiði, ella hevur akfarsánarin nakað krav uppá garanti frá verkstaðnum? Finnleif Guttesen, Tvøroyri Niclas Johannesen niclas@sosialurin.fo Løgtingið herðir sensurin móti SvF Í evstu stund eydnaðist tað Jenis av Rana at fáa lógina um harðskap og og ónærisligt innihald í sambandi við kringvarpsstøðir eisini at umfata ÚF og SvF. -Eg vóni, hetta kann vera við til at minka um serliga harðskapin, sum sjónvarpið alt ov ofta borðreiðir við, sigur Jenis av Rana Sjónvarp Føroyar og eisini Útvarp Føroya fáa nú eina nýggja sensurlóg, sum upprunaliga slettis ikki var ætlað hesum báðum stovnum. Harafturímóti er lógin gjørd til at umfata nýggju kringvarpsstøðirnar, ið fyrr ella seinni gerast veruleiki, eftir at loftmiðlamonopolið fall. Harðskapur og sex Í lógini verður sagt, at ikki bara kringvørpini, men nú eisini útvarpið og sjónvarpið "skulu ansa eftir, at sendingarnar ikki kunna skaða likamligu, sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ungum undir lógaraldur, eitt nú við ónærisligurm ella ógrundaðum harðligum innihaldið." Mentamálanevndin er samd um, at soleiðis skal lógin eisini vera fyri almenna sjónvarpið og útvarpið. Talan er tó um eitt slag av taktiskari semju. Jenis av Rana, sum situr í nevndini fyri miðflokkin ynskti upprunaliga, at lógin eisini skuldi umfata almennu loftmiðalarnar. Og vildi mentamálanevndin ikki taka undir við hesum, so legði tingmaðurin sjálvur eitt broytingaruppskot fyri tingið. - Og tá hinir limirnir dugdu at síggja, at ongin fór at atkvøða ímóti mínum uppskoti, so gjørdist tað til síðst ein partur av sjálvum uppskotinum frá nevndini, sigur Jenis av Rana. Serliga SvF Bjarni Djurholm, formaður í mentanarnevndini, heldur ikki, at henda nýggja orðing um, hvat útvarpið og sjónvarpið kunnu loyva sær at vísa, fer at merkja programpolitikkin hjá SvF. Jenis av Rana hevur tó heilt aðrar vónir. - Eg vóni, at henda nýggja lógin fær sjónvarpsstjóran at taka seg saman. Eg haldi tað er alt ov nóg av serliga amerikanskum harðskapi á SvF. Soleiðis upplivir tú ofta - aftan á eina kanska frálíka Dag & Viku - at harðskapur av grovasta slag uttan ávaring verður sent inn í stovuna eitt fríggjakvøld, tá sagt verður frá, hvat verður víst komandi viku (í sendingini "SvF um SvF", blðm.) Ítøkilig lóg Tingmaðurin er eisini fegin um, at tað nú er ein meira ítøkilig lóg at halda seg til. - Í verandi lóg verður bara víst til breiðar orðingar, so sum at varðveita og fjálga um mál og mentan. - Men hvat hevur amerikanskur harðskapur við føroyska mentan at gera, spyr Jenis av Rana. Kunnu klaga Júst hvørjar avleðingar henda nýggja lógin, sum skal til triðju viðgerð í tinginum í dag, týsdag, fer at fáa í veruleikanum er ikki greitt. Hvat er ónærisligt? Hvat er óneyðugur harðskapur? Nær ávirkar sjónvarpsharðskapur likamligu, sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ungum? Og hvør skal avgera tað? Jenis av Rana vísir til, at nú er lógin har. Og so vónar hann, at tað er nóg mikið til, at SvF fer at lata vera við at senda óneyðugan harðskap og ónærisligar myndir. -Eg vóni fyrst og fremst, at tað verður nóg mikið hjá fólki at klaga til sjónvarpsstjóran. Annars ber eisini til at leggja sak, sigur tingmaðurin, ið eisini heldur, at sjónvarpsnevndin hevur gjørt alt ov lítið, tá tað snýr seg um at sensorera serliga harðskap á SvF Lesið prát við Trónda Djurhuus, sjónvarpsstjóra, á síðu 4 Dagny Joensen dagny@soaialurin.fo ­ Vit fara at krevja endurgjald frá donsku stjórnini Tá danska stjórnin - vónandi í næstu viku- fær svar frá føroyingum í sambandi við bankamálið, verður í upplegginum til samráðingar m.a. staðfest, hvussu nógv føroyingar krevja í endurgjaldi fyri partabrævaumbýtið Í farnu viku fingu umboð fyri flokkarnir á tingi eintak av niðurstøðuni hjá serfrøðarbólkinum, sum hevur arbeitt við frágreiðingini um bankamálið. Tað er ógjørligt at fáa vitan um innihaldið í niðurstøðuni, annað enn at endurgjaldskrav verður sett donsku stjórnini, men ikki, hvussu stór upphæddin er. Tað verður hildið loyniligt til tingið og landsstýrið eru komin til eina semju. Ein nevnd er sett, við einum umboði úr hvørjum flokki, sum skal taka støðu til málið. Tingið arbeiðir við málinum í vikuni Bjørn á Heygum, tingmaður, sigur, at nú hava umboðini havt møguleika at seta seg inn í niðrstøðua hjá serfrøðingunum í vikuskiftinum, og at fyrsti fundurin væntandi verður í dag. Tá fara partarnir at taka støðu til, hvørji stig skulu takast mótvegis donsku stjórnini. Síðani verður eitt upplegg til samráðingar við stjórnina tilevnað, sum vónandi allir flokkar saman við Landsstýrinum kunnu semjast um. ­ Ert tú nøgdur við niðurstøðuna hjá serfrøðinganevndini? ­ Eg eri fyri so vítt væl nøgdur, tá hugsað verður um, hvussu stutt skotbrá bólkurin hevur havt til sítt arbeiði, sigur Bjørn á Heygum. ­ Væntar tú at flokkarnir kunnu semjast um eitt tvørpolitiskt upplegg? ­ Tað vóni eg. Alt er lagt soleiðis til rættis, at vit kunnu koma til eina breiða. føroyska semju. Tað er jú høvuðsendamálið. ­ Um ikki semja fæst, hvat hendir so? ­ Eg vóni at tað eydnast okkum at fáa semju í málinum. Vit hava stutt sagt ikki ráð til annað. Vera vit ósamd nú, standa vit veikari, og tað kemur bert donsku stjórnini til góðar, sigur Bjørn á Heygum. Hann vil ikki siga, hvørt niðurstøðan er sundurgreinað ella um hon bert mælir til at reisa endurgjald móti donsku stjórnini og einki sigur um leiklutin hjá Den Danske Bank. Danska stjórnin boð í næstu viku Bert vil hann siga, at danska stjórnin fær boð frá føroyingum - vónandi fyrst í næstu viku, har kravið verður at fáa ítøkiligar samráðingar um endurgjald, og at málið hevur skund. Eisini verður krónuupphædd sett á, sum partarnir skulu samráðast um. Spurdur hvar samráðingarnar skulu vera og hvørjar treytir føroyingar annars seta, sigur Bjørn á heygum, at hann ikki veit, hvussu hetta ítøkiliga verður framt í verki, men vónar bert, at samráðingarnar verða sum skjótast. Tað er greitt, at vit fara at krevja stjórnina eftir einum endurgjaldi, men hvussu nógv vit fara at krevja, veit eg ikki, sigur Bjørn á Heygum. ­ Hvat er tað minstakravið? ­ Tað er júst hetta, sum vit politiskt skulu taka støðu til, sigur Bjørn á Heygum, sum endurtekur, at partabrævaumbýtið kostaði 2,7 mia krónur, og Føroya Banki hevur kostað okkum 1,5 mia. krónur í rentum. Eftir hvat skilst, so hevur serfrøðingakanningin sett krónuupphædd í niðurstøðuna. Tað er m.a. hetta sum politisku flokkarnir skulu samráðast um í hesi viku. Kann fáa avleiðingar ­ Fær bankamálið - soleiðis sum tit nú fara at handfara tað - avleiðingar fyri donsku stjórnina? Tað er ikki sannlíkt, men nú avgjørt er at kanna leiklutin hjá Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharra, kann tað fáa avleiðingar fyri hann persónliga. ­ Kemur hann í álvarsliga klemmu, kann tað fáa avleiðingar fyri stjórnina, heldur Bjørn á Heygum Fíggjarnevndar- formaðurin er ósakligur - Hann tekur eitt ávíst tíðarskeið burturúr, uttan at greiða lesarunum frá, at heilt serligar orsøkir vóru til, at landskassaskuldin varð so nógv økt júst hesi árini. Hann ásannar eisini, at hann fór lætt um sannleikan í tí fyrru greinini Í Dimmalætting seinasta fríggjadag svarar Sune Jacobsen, fíggjarnevndarformaður, grein míni í SOSIALINUM næstseinasta týsdag. Eg skal ikki siga, at Sune Jacobsen fer lætt um sannleikan í hesi greinini, men hann er sera ósakligur og prógvar sjálvur í hesi greinini, at hann fór ógvuliga lætt um sannleikan í tí fyrru greinini. Í greinini næstseinasta týsdag, vísti eg á, at tann sum byrjaði almenna orðaskiftið um uttanlandsskuldina, var partamaðurin hjá Suna Jacobsen, nevniliga Pauli Ellefsen, fyrrverandi formaður í sambandsflokkinum og fyrrverandi løgmaður. Hann skrivaði og tosaði um føroysku nettouttanlandsskuldina. Bæði ta almennu skuldina og ta privatu skuldina. Vit í javnaðarflokkinum vístu á, at privata skuldin var ikki okkara borð, men at orðaskiftið átti at snúgva seg um ta almennu skuldina. Um skuldina hjá landskassanum. Í greinini fríggjadagin gevur Sune Jacobsen okkum rætt í hesum og tað skal hann hava tøkk fyri. Føroyskir politikarar hava viðgjørt uttanlandsskuldina í eini 20 ár. Frá 1978 til dagin í dag. Men fíggjarnevndarformaðurin velur sær eitt sera avmarkað tíðarskeið burtur úr hesum 20 árunum. Hann tekur árini frá og við 1991 til og við 1994. Í hesum tíðarskeiðnum er skuldin hjá landskassanum økt við 4663 milliónum. Men Sune Jacobsen gloymir at greiða lesarunum frá, at av hesum vórðu 2700 milliónir krónur læntar til bankabjargingarnar. Og teir báðir bankarnir, sum høvdu allar hesar milliónirnar fyri neyðini, vóru ikki stýrdir av javnaðarmonnum. Vit kunnu heldur tosa um ein føroyskan fólkafloksbanka og ein danskan sambandsbanka. Vit funnu ongan javnaðarmann í nevndini í Sjóvinnubankanum og heldur ongan í nevndini í Føroya Banka. Vit sum sótu á politiska stjórnarpallinum fingu ikki bankadyrnar so mikið upp á glopp at vit sóu inn í tað heilaga bankalandið. Ein onnur orsøk til tann ógvusliga vøksturin í landskassaskuldini júst hesi árini var, at øll tey landskassaveðhaldini, sum vórðu givin av skiftandi landsstýrum í sjeytiárunum og áttatiárunum, nú gjørdust effektiv um somu tíð. Nú veit eg væl, at bæði sambandsmenn og fólkafloksmenn og aðrir við, hava lyndi til at geva javnaðarflokkinum skyldina fyri øll landskassaveðhaldini, sum vórðu givin í áttatiárunum. Men her skal eg minna á, at fram til og við 1980, vóru veðhaldsheimildirnar hjá ladnsstýrinum avmarkaðar til nýbygging av fiskiskipum, til umbygging av fiskiskipum og til fiskavirkir. Undir borgarliga alternativinum hjá Paula Ellefsen, sambandsflokkinum, fólkaflokkinum fyrst í áttatiárunum, vórðu veðhaldsheimildirnar víðkaðar til eisini at fevna um farmaskip, smoltalistøðir og sjógvalistøðir. Í tí fyrru greinini sigur Sune Jacobsen, at meðan javnaðarflokkurin sat við stjórnarvaldinum, vaks landskassaskuldin frá ongum til 6 milliardir. Nú kemur hann so við ítøkiligum tølum, ið skulu prógva, at fíggjarnevndarformaðurin ikki fer lætt um sannleikan. Og tølini prógva, at tað, sum fíggjarnevndarformaðurin kallar úr ongum, í veruleikanum var úr 1 milliard 743 milliónum krónum. At kalla 1 milliard 743 milliónir krónur fyri 0 er tað ikki at fara lætt um sannleikan??? Tann 15. februar 1998 Vilhelm Johannesen Línudansur >>Umframt náttúruna, skulu vit eisini vísa okkara livihátt fram, tó uttan at hetta skal órógva ella ávirka okkum<<, sigur Annika Joensen, stjóri á Ferðaráð Føroya Jan Müller Tjóðveldisflokkurin skyldu at svara SKRIVARI tjóðveldisfloksins, Anita á Fríðriksmørk, svaraði sum øll svarini vóru >>instuderað<< í Fimmaranum mikudagin, men kortini mundi mangur lurtari sita við fleiri ósvaraðum spurningum eftir sendingina. TAÐ er ikki nóg fullfíggjað at svara upp í saman, at tá vit hava fingið loysingina, so verður fíggjarlógin gjørd eftir tørvi, og at vinnulívið skal vera kappingarført og rikið eftir fríum marknaðartreytum. TJÓÐVELDISFLOKKURIN fær í dag 25 prosent av atkvøðunum, og sum ein seriøsur flokkur eigur flokkurin at svara, hvussu hann ætlar at skipa samfelagið, t.d. fáa fíggjarlóg at hanga saman, um ein meiriluti nú verður fyri loysing. SJÁLVANDI kunnu vit klára okkum, sum Bjørn Patursson, bóndi, helt, men hvørjar averða avleiðingarnar? Tí hevur Tjóðveldisflokkurin skyldu at koma við eini gjølligari frágreiðing og eini útgreinan, hvussu samfelagsgongdin verður. TAÐ er ikki nóg mikið at svara, at vit taka upp samráðingar við danir, og svara, at roknað verður við, at danir fara at hjálpa okkum, sum fleiri vístu á í Fimmaranum, tí vanligt er at foreldur hjálpa børnum ávegis. NÚ eru framvegis bara 29 prosent fyri loysing og 40 prosent vilja hava eina skipan, sum gevur Føroyum meiri sjálvstýri enn heimastýrislógin, og tí er ikki rætt, sum Anita fleiri ferðir segði, at fólkið ynskir tað (loysing) ... og nú er rák fyri loysing... ENN eru bara sløk 30 prosent fyri loysing, so tað er ikki ein triðingur av fólkinum, sum ynskir tað, men rætt hevur Anita í tí, at tað er eitt rák fyri loysing ella meiri sjálvstýri. ELLA sum Eyðálvur Dimon, skrivari Javnaðarfloksins, vildi vera við, so tekur ein størri partur undir við leiðini hjá Javnaðarflokkinum, sum miðar eftir at fáa Føroyum eina nýggja skipan, sum gevur okkum sjálvstýri uttan at tað verður neyðugt at loysa. Frá Porkeris Fornminnafelag Aftur í ár fer Porkeris Fornminnafelag at skipa fyri føstulávintshaldi í skælanum í Porkeri, har øll eru væl komin at vera við. Tað verður leygardagin 21. februar kl 14. Á skránni verður tunnusláttur bæði fyri yngri og eldri og kaffi og pannukakur verða at fáa. Harafturat verður kakutombola og lutaseðlar verða seldir. Porkeris Fornminnafelag skipaði í fjør fyri føstulávintshaldi í skælanum, og undirtøkan var góð. Porkeningar taka ógvuliga væl undir við felagnum, og fyrireikingarnar at gera gamla skæla til savnshæs eru næ komnar so væl áleiðis, at væntandi verður farið undir at smíða í vár DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Hvassur vindur upp í skrið av útsynningi og vestri og regn, men út á dagin sum frálíður turrari og møguliga klárar í. Hitin millum 5 og 10 stig. Veðrið mikudagin og hósdagin: Hvassur vindur av útsynningi og vestri, eitt skifti minni vindur. Regn ella ælingur av og á og hitin millum 3 og 8 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Upp í hvassan vind av suðri og landsynningi og regn. Hitin millum 5 og 10 stig. Seinni støkkur hann vesturum til útsynning við ælingi og hitin fellur niður í 3 til 8 stig. Mikudagur 18. februar 1998 Tummas Pauli Mýri skrivar úr London Mest sannlíkt at undirgrundarmarkið verður tað sama sum fiskimarkið Enskur serfrøðingur heldur føroyingar vinna marknasak - Soleiðis sum eg meti støðuna verður undirgrundarmarkið nakað sum líkist núverandi fiskimarkinum millum Føroyar og Bretland. Eitt undirgrundarmark, ið víkur nógv frá verandi fiskimarki hevði helst verið eitt stórt yvirraskilsi. Hetta sigur Martin Pratt, serfrøðingur í marknamálum við Sosialin. Herfyri helt hann áhugaverdan fyrilestur í London við heitinum >>Whose oil is it anyway - International Boundaries Disputes<< Í fyrilestrinum kom Martin Pratt, ið arbeiðir á University of Durham - International Boundaries Research Unit - (IBRU) inn á fleiri spurningar sum hava alstóran áhuga fyri føroyingar í okkara marknatrætu við Bretland. Landamark deildin á University of Durham er einasta av sínum slag í heiminum, og er viðurkend sum fremsti myndugleiki innan markaspurningar. Olja og marknaspurningar Í jørðini eru tað tilsamans umleið 310 altjóða landamørk. Av hesum eru fimti áhugaverd í oljusamhangi. Sum dømi kunnu nevnast londini við Norðsjógvin - Noreg, Bretland, Týskland og Danmark. Hugtakið um >>landamørk<< á havbotninum er lutvíst nýtt. Aftaná seinna heimsbardaga byrjaði oljuídnaðurin av álvara at umhugsa møguleikarnar við oljuvinnu á havinum. Síðani tá er tøknifrøðin vorðin betri hvørt ár og stórar oljukeldur funnar á djúpum vatni. Hetta hevur ført við sær, at tørvur hevur verið fyri at gera >>landamørk<< á havbotninum, so at strandalondini kunnu kanna sær náttúruríkidømi ið liggja á havbotninum. Norðsjógvurin er gott dømi um, hvussu strandalondini hava býtt náttúruríkidømi undir havbotninum. Løgfrøði og havrættur Sambart Sameindu Tjóða Havrætti (United Nations Law of the sea Convention >>UNCLOS<<) sum kom í gildi 1994 hava strandalond fult ræði yvir sjóøkinum út til 12 fjórðingar frá landi. Harafturat hava strandalond einkarætt at nýta náttúruríkidømi út til 200 fjórðingar úr landi. Er styttri enn 400 fjórðingar millum tvey strandalond verður tann tiltikna miðlinjan nýtt sum mark. Oyggjar og landgrunnsmørk UNCLOS kemur eisini inn á spurningin um oyggjar kunnu roknast uppí tá fiski og undirgrundarmørk skulu setast út í kortið. Niðurstøðan er, at oyggjar telja eins nógv og fastlond, tá mørk skulu leggjast. Tað eru tó nøkur ting, ið skulu uppfyllast, áðrenn ein oyggj kann vera roknað uppí, tá mørk skulu leggjast. Oyggjar - drangar ið ikki kunnu føða fólk kunnu ikki teljast við tá fiski og undirgrundarmørk skulu leggjast. Hetta hevur ført við sær, at Bretland hevur slept kravi um at nýta Rockall í undirgrundar spurningum. Fiski - Undirgrundarmark Martin Pratt kom eisini inn á fiskimørk og oljumørk. Miðskeiðis í 70-árunum samdust Føroyar og Bretland at nýta miðlinjuna sum fiskimark. Tað kann tí tykjast okkum føroyingum torskilt hví undirgrundarmarkið ikki kann vera tað sama sum fiskimarkið. Martin segði, at altjóða siðvenja hevur verið at fiskimørk og undirgrundarmørk fylgja hvørjum øðrum. Tað er tó ikki nøkur altjóða lóg ið sigur, at fiski og undirgrundarmørk skulu fylgjast. Undirgrundarsamarbeiðið Tað eru fleiri dømi runt heimin, har lond eru vorðin samd um at samarbeiða viðvíkjandi oljuríkidømi. Sum dømi kunnu nevnast Noreg og Bretland. Í 1976 samdust londini bæði um at menna gas kelduna Frigg í felag. Hetta førdi við sær, at 60% av inntøkunum fara til Noreg og 40% fara til Bretland. Eisini kunnu lond semjast um at hava felags ræði yvir einum øki. Hetta er støðan í Reyða Havinum har Saudi Arabia og Sudan ráða í felag í økinum djúpri enn 1000 metur. Lond kunnu eisini arbeiða saman um oljuríkidømi uttan at vera samd um undirgrundarmarkið landanna millum. Hetta er støðan í økinum rundan um Falklands oyggjarnar í suður-atlants havi. Her eru Bretland og Argentina vorðin samd um, at fremja kanning og útvinning av kolvetni hóast ongin semja er um undirgrundarmarkið. Hetta kundi verið ein gongd leið í marknatrætuni millum Føroyar og Bretland. Samandráttur Sambart Martin Pratt er altjóða siðvenja at fiski og undirgrundarmørk skulu fylgjast. Spurdur um marknatrætuna millum Bretland og Føroyar segði Martin, at mest sannlíka úrslit er, at undirgrundarmarkið verður tað sama sum núverandi fiskimarkið. Samrøða við Martin Pratt Fríggjadagin tann 13. februar tosaði Sosialurin við Martin Pratt. - Hvat heldur tú undirgrundarmarkið millum Føroyar og Bretland verður? - Tað er altíð sera torført at spáa um úrslitið av samráðingunum, men sum eg síggi støðuna, so verður undirgrundarmarkið nakað sum líkist núverandi fiskimarki landanna millum. Eitt undirgrundarmark, ið víkur nógv frá núverandi fiskimarkinum hevði verið eitt stórt yvirraskilsi. - Hví verður undirgrundarmarkið tað sama sum fiskimarkið eftir tínari meting? - Miðskeiðis í 70-árunum samdust Føroyar og Bretland um fiskimark landanna millum, og er tað miðlinjan landanna millum. Ein skal seta sær spurningin - er nakað broytt síðani tá, ið ger, at undirgrundarmarkið ikki skal vera miðlinjan? Sjálvur haldi eg ikki. Runt heimin er siður, at fiski og undirgrundarmørk fylgjast, men tað er ikki nøkur lóg, ið sigur at so skal vera. Er semja komin um annað markið - fiski ella undirgrundarmarkið, so verður hitt markið tað sama. - Núverandi fiskimark millum Føroyar og Bretland er ein gentlemen avtala. Kanska skulu føroyingar stronkt á at fingið eina formella bindandi avtalu um fiskimark, og síðani nýta tað í samráðingunum um undirgrundarmarkið? - Ja, tað hevði verið ein gongd leið. Eftir mínari meting, hevur tann bretska stjórnin verið ógvuliga drálandi í samráðingunum. Tað er í tøkum tíma, at bretar koma við nýggjum útspæli. - Bretar hava ført fram, at av tí Suðuroyggin er so langt frá hinum oyggjunum skal hon ikki telja fult tá markið skal setast. Hvat heldur tú um tað støðuna? - Føra bretar fram hatta sjónarmiðið gera teir sær sjálvum eina bjarnatænastu. Suðuroyggin er ikki nakar hólmur - umleið 10% av føroya fólki býr har. Hyggur ein eftir oyggjunum, ið bretar rokna miðlinjuna eftir, so eru fleiri av teimum lítlar - nærum hólmar. Til dømis býr ongin á St. Kilda. Áki Bertholdsen Tað verður ruðulleiki í fiskivinnuni í nøkur ár Tað verður ruðulleiki í fiskivinnuni í nøkur ár. Og stórur vandi er fyri at øll tey bestu og nýggjastu fiskiskipini fara av landinum. Tað verður reinur ruðuleiki í nøkur ár og aftaná verður allur fiskiflotin savnaður á nøkrum fáum hondum Mikudagin var stórfundur úti í Tinganesi um framtíðina hjá føroyska fiskiflotanum. Á fundinum var tað heilt skjótt, at partarnir býttu seg í tveir partar: Øðrumegin stóðu John Petersen, landsstýrismaður, saman við fiskivinnuumsitingini í Tinganesi. Hinumegin sótu allir teir 30 reiðararnir og avvarðandi at fiskiskipum, sum vóru komin út í Tinganes at lurta eftir, hvørjar ætlanir, landsstýrismaðurin hevur við føroyska fiskiskipaflotanum í framíðini. Og tá ið gjørt varð upp eftir fundin, stóð ein nakin veruleiki eftir, og tað var, at sjónarmiðini hjá hesum báðum pørtunum gingu beint ímóti hvørjum øðrum. Íløgustuðulin burtur Á fundinum mikudagin staðfesti fiskimálaráðharrin einaferð enn, at ætlanin er at taka íløgustuðulin av nú, hóast vinnan aftur vísti á, hvørjar avleiðingar tað fer at hava við sær við tað at ein stórur partur av flotanum fer á húsagang. ­Vit fingu at vita, at ætlanin er framvegis at taka íløgustuðulin av, sum hann er nú, sigur Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, sum var ein teimum mongu á fundinum í Tinganesi mikudagin. ­ Men vit fingu samstundis eisini at vita, at íløgustuðulin skal halda fram, bara uppá ein annan máta. Chris Jan Michelsen sigur, at landsstýrið ætlar, at hereftir skal íløgustuðulin bara latast til at byggja nýggj skip. ­ Hann skal latast til nýbygningar og til at umbyggja tey nýggjaru skip við fyri at javnskipa veiðiorkuna, sum tað eitur. Í tí liggur at stuðulin skal latast at gera skipið meiri effektivt. Hann sigur at tað varð nevnt, at skip, sum vóru eldri enn fimm ár, kundu ikki fáa íløgustuðul til umbygging. Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna sigur, at tað, sum landsstýrið stakk út í kortið, var, at skipaflotin skuldi endurnýggjast, og at fiskurin fyri ein part skuldi virkast umborð. Chris Jan Michelsen sigur, at eftir tí, sum kom fram, klárar raksturin av skipunum ikki at fíggja meiri enn eini 40% av nývirðinum. Og tað varð lagt afturat, at tað hevði bøtt munandi um rakstrarúrslitið um fiskurin varð virkaður umborð. Ongin tók undir við tí Chris Jan Michelsen sigur, at øll vinnan sum hon var, setti seg ímóti ætlanunum hjá Landsstýrinum ­ Vinnan var einmælt samd um, at hetta er ikki rætta løtan at kollvelta fiskivinnuna á sjónum. Og hetta er heldur ikki rætta løtan at gera íløgur. Hóast fiskiskapurin hevur verið góður eina tíð nú, var hann so avbera vánaligur í nógv ár frammanundan. ­ Tí var fiskiflotin í teirri støðu, at hann var akkurát við at koma á føtur aftur og at enn var tað ov tíðliga at fara at tosa um at gera íløgur. ­ Tað varð týðiliga víst á, at sum støðan er, hevur ongin ráð at gera íløgur í nýggj skip. ­ Tað hevur ongin pengar til nú. Lítil munur á nýggjum og gomlum skipum ­ Vinnan vísti eisini á, at tað var skeivt at gera íløgur í fiskiskip nú, tí tað er alt ov lítil munur á effektivitetinum á einum nýggjum trolara og einum gomlum til at tað loysir seg at gera so stórar íløgur, sum talan er um. ­ Tvs, at ein nýggjur trolari fiskar ikki so nógv meiri, og er ikki so nógv bíligari í rakstri, afturímóti einum gomlum trolara, at tað loysir seg at gera so stórar íløgur, sum talan er um. Tað er alt ov lítil munur á rakstrinum til, at tað loysir seg tí trolararnir eru so dýrir. ­ Tað er enntá so, at summir av teimum gomlu trolarunum klára seg betri, enn teir, sum nýggjari eru. ­ Hinvegin vildi vinnan heldur hava, at íløgustuðulin helt fram nøkur heilt fá ár afturat, so at skipini komu rættiliga á føtur aftur, tí ikki fyrrenn tá kundi talan verða um, at ráðini vóru til nýggjar íløgur. Tey bestu skipini fara fyrst av landinum Chris Jan Michelsen sigur, at landsstýrið vísti ikki serliga stórt forstáilsi fyri tí, vinnan førdi fram. Heldur ikki, hóast vinnan førdi fram, at heldur landsstýrið fast við sítt, verður endin, at nógv skip fara á húsagang. ­ Men tað verða tey nýggju og góðu skipini, sum fara av landinum fyrst, tí tey fæst prísur fyri, men tað er ongin vil hava tey gomlu skipini. ­ Ført varð fram, at avleiðingin av hesum verður, at tey bestu skipini fara, men at vit afturfyri verða noydd at keypa gamlar dangur úr Kanada, og aðrastaðni. Tað vil siga, at føroyski fiskiskipaflotin einaferð aftur verður ein floti av gomlum "hentleikatrolarum^3. Flotin skal skerjast og effektiviserast Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna sigur, at niðurlagið hjá John Petersen var, at fiskflotin skal skerjast og effektiviserast. ­ Landsstýrismaðurin tosaði nógv um at miðja eftir at leggja fiskiloyvi saman. ­Men hinvegin førdi vinnan fram, at eitt skip fiskar ikki tvær ferðir so nógv sum eitt og at tvey skip hava nógv betri møguleika enn eitt at tryggja eina javna rávørutilgongd. Reinur ruðuleiki Vinnan var sera illa nøgd við sjónarmiðið hjá Landsstýrinum. Hon stúrdi eisini fyri einari ella aðrari "panikkreaktión^3, kanska frá bankanum nú rakstrargrundarlagið verður tikið undan fleiri skipum. ­ Og hvørjar avleiðingarnar vera av eini slíkari panikkreaktión er ikki til at siga, og tað kann verða so skjótt at missa tamarhaldið fulkomiliga á støðuni. Men tað er í øllum førum greitt, at fær landsstýrið politiskt viðhald fyri sínum sjónarmiðjum, verður tað tann reini ruðulleiki í fiskivinnuni í eini skiftistíð, sum fer at vara nøkur ár, til alt er komið í rættlag aftur. ­ Hetta vísti vinnan á, og tað ásannaði landsstýrið eisini, at so verður. ­ Tað er eisini púra greitt, at landafrøðiliga fer fiskivinnan í Føroyum at broytast munandi. ­ Tvs, at í økjum, har fiskivinna nú er, fer hon kanska at hvørva, men at hon fer at taka seg upp, ella at styrkna aðrastaðni. Chris Jan Michelsen sigur, at tað er eisini púra greitt, at fiskivinnan fer at savnast á nøkrum fáum, kapitalsterkum hondum. ­ Tað er hent í Íslandi og tað fer eisini at henda her. Hann sigur, at fiskimálaráðharrin bleiv við at ugga vinnuna við, at hendan umleggingin, sum ætlanin nú er at fara undir, gekk Í Íslandi og hon gekk í Noregi og at hon fór nokk eisini at ganga í Føroyum. ­ Men hetta er ikki so einfalt, sigur Chris Jan Michelsen. ­Tí í nogvum londum m.a. í Noregi og í øllum ES, eru serligar lógir gjørdar, sum tryggja lívsgrundarlagið í útjaðarunum. ­ Men í Føroyum roynir landsstýrið at skera fiskivinnuna eftir sama leisti sum lond, sum hava fleiri ferðir so stórar grunnar, sum vit. Men tað verður gjørt uttan at slíkar fylgilógir verða settar í gildi, sum tryggja lívsgrundarlagið í útoyggj. ­ Íslendingar gjørdu lítið burturúr at tryggja útjaðaran. ­ Men har eru eisini stórir trupulleikar. M.a. hava trý verkføll verið nú í stutta tíð. Áki Bertholdsen Eg síggi ongan møguleika fyri at reka bátarnar víðari Nú er vandi fyri at grundarlagið verður tikið undan allari gull-laksavinnuni í Lorvík. Tí verður íløgustuðulin tikin frá Stjørnuni og Polarhav, er ongin møguleiki at reka skipini víðari ­ Eg sigi ikki, at vit ikki klára at halta eitt litið sindur afturat. Men í longdini er tað ongin møguleiki fyri at fáa tað at ganga. Eisini hjá Lorvíkingum verður tað ein vanlukka, um íløgustuðulin verður tikin av nú, sum ætlað. Osmundur Justinussen, reiðari, sigur, at ger landsstýrið álvara av at kappa íløgustuðulin burtur nú 1, mars, dugir hann ikki nakran møguleika at reka hvørki Polarhav og Stjørnuna víðari. ­Eg sigi ikki, at vit ikki klára at halta víðari eina tíð, men í longdini síggi eg ikki nakran møguleika at reka bátarnar víðari. Hann sigur, at nú ber tað ikki til at hava eitt skip gangandi ár um ár við undirskotið. ­ Tað er ikki longur sum fyrr, at eitt partafelag kundi ganga í áravís uttan at nakar læt við seg koma og hallið bara vaks og vaks. ­Nú eru tíðirnar so nógv broyttar. Partafelagslógin er blivin so nógv strangari. Fer eginpeningurin í einum smápartafelag niður í helvt, skal hann hækkast beinanvgin Fara Stjørnan og Polarhav, verður tað eitt stórt bakkast, m.a. fyri Lorvík, ið so dánt er farið at reisa seg aftur eftir metstórt arbeiðsloysi tey ringastu kreppuárini. Tí teir eru mesta grundarlagið undir gull-laksavinnuni í Lorvík. Tvs, at ein heil vinna er í vanda fyri at fara fyri skeyti. Eisini Osmundur Justinussen sigur sum báði vestminningar siga i greinini omanfyri, og suðuroyingar søgdu í gjár, at høvdu Stjørnan og Polarhav fingið stuðulin í eini trý-fimm ár afturat, hevði verið sloppið burturúr tí ringasta. Osmundur Justinussen sigur, at verður íløgustuðulin tikin av, noyðist hann fara at meta um, antin hann ikki skuldi roynt at sloppið sær av við bátarnar, men so er ongin ivi um, at teir fara av landinum. ­ Høvdu vit fingið eitt brúkligt tilboð, kann gott vera at vit høvdu tikið av. Eitt illavorðið orð Osmundur Justinnusen sigur, at hann fer ikki at verða tann, sum fer at rópa harðast um stuðul. ­ Politikarar gera, sum teir vilja. Og tað er ikki ein hóttan, ella ein spurningur um at viga fyri og ímóti. Tað er er tvørturímóti tann nakni veruleikin, at tey nýggjastu skipini og djúpvatnstrolararnir, klára seg ikki uttan stuðul. So einfalt er tað. Tó heldur Osmundur Justinussen, at báði politikarar, og onnur hava viðhvørt eina sera trongskygda áskoðan á stuðul. ­ Stuðul er mestsum blivin ein illbøn. Ofta manglar tað sjónarmiðið í kjakinum, at viðhvørt kann tað vera ein samfelagsligur fyrimunur at lata ein avmarkaðan stuðul, tí tey vinnutólini, sum fáa stuðulin, kasta so mikið nógv av sær, at tað skapar meiri inntøkur í seinna endanum, enn tey fingu í stuðul í fyrra endanum. Hann heldur at tað er ov lætt sloppið bara at siga, at nú skal ongin stuðul vera. ­ Tey, sum siga tað, skylda okkum at greiða frá, hvussu vit so skulu skipa samfelagið. Tí eitt er greitt: Tað verður ein sera drúgv og djúptøkin prosess at laga samfelagið til at blíva stuðulsfrítt. ­ Tí sos mugu vit venda byttuni og geva tí fyrsta liðinum tað, sum krevst fyri at tað skal yvirliva, og so mugu alt annað klára seg við avlopið. ­ Nú er tað øvugt, at tað sum skapar inntøkurnar, má klára seg við avlopið. ­ Tey, sum nevna biddaraposan, hvørja ferð orðið stuðul verður nevnt, hava skilt lítið av samanhanginum, tað verið seg vanlig fólk ella politikarar. Osmundur Justinnusen sigur t.d. at bátar sum Stjørnan og Polarhav kosta einar 35 -37 milliónir at byggja. Men skulu teir klára, mugu teir ikki standa í meiri enn 10 milliónir. ­ Tvs, at skalt tú byggja nýggjan bát, skal landið út við 25-27 milliónum í íløgustuðuli. Eg veit ikki hvør fer undir tað. So eg dugi at síggja, at skulu sleppa stuðulin, skulu vit gloyma alt um at byggja nýggj skip. Áki Bertholdsen Vestmenningar missa allarhelst flaggskipið Vit fara ikki at gevast. Men tað verður ómetaliga tungt, fyri ikki at siga heilt ómøguligt. Ein teoretisk loysn er at selja skipið av landinum, men tað vilja vit helst sleppa undan. ­ Vit eru øgiliga bangnir fyri, hvussu tað skal ganga. Sjálvandi fara vit at royna til tað stendur fast. Men møguleikarnir eru smáir, fyri ikki at siga ongir. Tað verður ikki bara ein vanlukka fyri suðuroyingar, um landsstýrið ger álvara av ætlanini at taka íløgustuðulin av, sum ætlanin er - sum tað stóð í Sosialinum í gjár. Tað verður tað ein dyggur smeitur fyri vestmenningar. Tað verður serliga ein bátur hjá vestmenningum, sum fer at koma í klemmu. Men tað verður sjálvt flaggskipið í bygdini, trolarin Vesturbúgvin, sum er nýggjasti trolarin í bygdini. Hinir báðir vestmannatrolararnir, Vestmenningur og Grønanes eru eitt sindur eldri og støðan verður kanska ikki so álvarslig hjá teimum. Vesturbúgvin er so nýggjur, at hann kostar líka nógv sum Vestminningur og Grønanes tilsamans. Dánjal Jacobsen, reiðari á Vesturbúgvanum, sigur, at tað verður ómetaliga trupult at klára seg við ongum íløgustuðuli - fyri ikki at sig heilt ómøguligt Og skal hann siga tað sum tað er, verður tað ómøguligt. ­ Vit eru ómetaliga bangnir fyri, hvussu tað fer at ganga. Men vit gevast ikki. Vit fara at halda á, til tað stendur fast. Hann sigur, at ein teoretiskur møguleiki hjá felagnum er at selja skipið uttanlands fyri at sleppa snikkaleysir burturúr tí. ­ Men tað vilja vit helst sleppa undan, leggur hann afturat. Ov brádlig yvirgongd Reiðarin í Vestmanna sigur, at eins og hjá suðuroyarbátunum, hevði Vesturbúgvin staðið seg, um hann fekk íløgustuðul í eini trý-fimm ár afturat, um tað beliv vanligt fiskarí tá. ­ Men missa vit íløgustuðulin nú, fer tað ikki at bera til. Dánjal Jacobsen er annars ikki ímóti at íløgustuðulin verður tikin av. ­ Eg haldi at tað er rætt at taka iløgustuðulin av, sum hann er nú, og at leggja hann í sjálva byggingina ístaðin. ­ Men verður yvirgongdin frá eini skipan, til eina nýggja skipan so brádlig, sum talan er um her, slepst ikki undan, at summir koma í klemmu. ­ Og tað verða teir nýggju bátarnir, sum allir fara í hundarnar ­ Og nú vit kortiini skulu hava eina stuðulsskipan, kundi eg heldur hugsa mær, at yvirgangurin var eitt sindur meiri flótandi. Hann sigur, at rúka bátarnir, rúka eisini arbeiðsplásssini. ­ Í fyrsta umfarið í hvussu so er. Ikki minst á landi heldur hann, at størstu avleiðingarnar verða. ­ Men so fer onkur annar kanska at byggja núggj skip ­Tó eg dugi ikki at síggja nakra meining í at trýsta nýggj, góð skip burtur, og at byggja onnur nýggj ístaðin. ­ Tess lagaligari yvirgongdin er frá einari skipan til eina aðra, tess betri tamarhald er á yvirgongdini. ­ Eins og suðuroyingarnir sigur hann, at ein fortreyt fyri at teir bygdu Vesturbúgvan var, at íløgustuðulin var galdandi. ­ Og hóast vit eru saner aðir einaferð, er báturin enn nógv ov dýrur til at hann klárar seg við ongum stuðul. ­Annars skal ongin stuðulskipan verða í gildi fyri okkara skyld, so eg lasti ongan fyri at taka stuðulin av. ­ Tí tað eru vit sjálvir, sum hava bygt skipið. Men so mugu vit eisini taka við, at gongdin verður, sum hon verður. Og rýkur íløgustuðulin nú, er stórur vandi fyri at hann fer á heysin. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Tær fingu heiðursmerki fyri trúgva tænastu Í vikuskiftinum var 80 ára dagurin fyri stovnan av Havnar Sjónleikarfelag, hildin í Sjónleikarhúsinum, har limir felagsins og áskoðarar fingu høvi at minnast aftur á farnar tíðir. Í hesum sambandi vóru tríggir limir í Havnar Sjónleikarfelag heiðraðir Leygarkvøldið vitjaðu 180 fólk inn á gólvið í Sjónleikarhúsinum, har hugnaløta var fyri innbodnum. Nógv varð gjørt burturúr at fáa løtuna áhugaverda og stuttliga. Har var sangur tónleikur og brot úr sjónleikum, sum hava verið spældir gjøgnum árini. Tiltakið varð tikið upp aftur sunnudagin fyri almenninginum. Á hátíðarhaldinum leygarkvøldið, fingu tríggjar kvinnur heiðursmerki fyri sítt arbeiði gjøgnum árini í í Havnar Sjónleikarfelag. Tær eru Rakul L. Samuelsen, Jóhanna M. Djurhuus og Lina Larsen. Lina Larsen og Jóhann M. Djurhuus, sjónleikarar, hava staðið á palli í 40 og 60 ár. Tað hevur Rakul L. Samuelsen eisini á ungum døgum, men hon fekk heiðursmerkið fyri at hava verið felagnum ein góður stuðul. Lina Larsen hevur spælt sjónleik í felagnum síðani seinast í 50 árunum. Tað var tó ikki fyrr enn miðskeiðis í 60 árunum, at hon rættiliga kom fyri seg, sum sjónleikari. Hon var tá komin heimaftur, eftir at hava búð í Danmark í nøkur ár. Fór á dramaskeið við teimumungu Heimafturkomin var stórbroyting í Havnar Sjónleikarfelag. Eyðun Johannesen, leikstjóri, var settur í starv í Sjónleikarhúsinum. Fyrsti sjónleikur eftir at eg kom heim, var leikurin "Røturnar3, sum Eyðun Johannesen leikstjórnaði, við m.ø. Lauru Joensen og Kristinu Øster, sigur Lina Larsen. Tá hugsaði eg sum áskoðari, at hetta er veruligur sjónleikur. Leikurin var so ómetaliga nógv merktur av, at leikararnir høvdu verið á dramaskeið hjá Eyðuni. Eg hugsaði, at her kundi eg als ikki vera við, tí tað fór ikki at bera til hjá mær, at standa á palli við slíkum lærdum sjónleikararum, sigur Lina Larsen. Hóast Lina Larsen tá var 37 ára gomul, so fór hon oman í Sjónleikarhúsið ein vakran dag, pikkaði uppá hurðina og spurdi, um tað var her tey lærdu at spæla sjónleik? Jú, eg fór á skeið hjá Eyðuni Johannesen, og hann gav okkum góðan lærdóm, sigur Lina Larsen. Hon fekk eisini brúk fyri lærdóminum. Spældi nógvar krevjandi leiklutir frá tí hon var um 42 ára gomul og til hon var síðst í 50 árunum. Hon heldur avgjørd, at Eyðun Johannesen var tann, sum setti nógv nýtt í verk í Havnar Sjónleikarfelag. Eyðun lærdi okkum hvat sjónleikur var, hvussu vit skuldu ganga, standa og tosa á palli, sigur Lina Larsen. Hvør var tín yndisleiklutur? Tað var avgjørt leikluturin sum sjúkrasystir í "Lívið er mítt3, ið Laura Joensen, leikstjórnaði, sigur Lina Larsen. Hetta var samstundis fyrstu og einastu ferð Lina Larsen bað um at sleppa at spæla ein leiklut. Hetta var eitt avvrik, sum eg var nøgd við, serliga tí Laura Joensen var so góður leikstjóri, sigur Lina. Annan leiklut, sum Lina Larsen minnist aftur á við gleði, var í leikinum "Hitabylgjan3, sum var sera álvarsligur leiklutur. Henda leiklurin minnist eg serliga, av tí at eg áður mest var kend fyri at hava skemtiligar leiklutir. Hóast hetta, so tóku áskoðararnir sera væl ímóti mær, sigur Lina. Hon er nú 67 ára gomul, og fór í fjør frá sum leiðari í MáF, har hon starvaðist í 10 ár. Heilsan var tá farin at bila, og Lina hevði hug at vera meira heima hjá familjuni, og serliga lítlu ommudóttrini. Eg eri nú heimagangandi húsmamma, og tað dámar mær sera væl. Nú siti eg og broderi, seymi o.a. sum eg ikki áður hevði stundir til. Nú eri eg eisini komin so væl fyri meg, at eg umhugsi at fara undir mítt næsta projekt, sum er at læra eldri fólk at spæla sjónleik. Hugsandi verður farið undir hetta í heyst. Hvussu kennist tað at fáa heiðursmerki fyri arbeiði títt í Sjónleikarfelagnum? Tað kennist væl, serliga tí øll siga mær, at eg havi tað uppiborið, og tað góðtaki eg. Tað er nú einaferð soleiðis, at tú ikki bert skal geva frá tær. Tú noyðist eisini at taka ímóti, og tað geri eg við gleði, sigur Lina Larsen. Spældi sjónleik í 60 ár Jóhanna Maria Djurhuus stóð á palli fyrstu ferð í Sjónleikarhúsinum fyri 60 árum síðan. Tá var hon arbeiðskona hjá Hans Andreasi Djurhuus, og fór altíð í Sjónleikarhúsið, tá okkurt var har. Hon slapp við i sjónleikinum "Fjalla Eivindur3, tó at tað meira var sum statistur enn sum leikari, sigur hon. Jóhanna Maria Djurhuus er í dag 77 ára gomul, og enn virkin í felagnum. Seinastu árini hevur hon arbeitt við at fáa skipa eina klædnagoymslu til búnar o.a. lutir, sum verða brúktir á palli. Jóhanna Maria Djurhuus fór á ungum árum, eins og so nógv ungfólk tá, til Danmarkar. Hon var burtur í sjey ár, men heimafturkomin í 1947 var hon við í fyrsta sjónleikinum í Sjónleikarhúsinum eftir seinna heimasbardaga. Síðani var eg við í ymsum leikum av og á, men tá Eyðun Johannesen kom í Sjónleikarhúsið, kom vend kom í, sigur Jóhanna Maria Djurhuus. Hann setti íslendska leikin "Rósmar Hólmur3 upp í Sjónleikarhúsinum. Á pallinum vóru m.o. Kristina Øster, Knút Wang og Jóhanna Maria Djurhuus. Spurd, hvør leikluturin dámdi henni best, sigur hon, at tað var leiklutur hennara í "Rósmar Hólmi3 og í "Øll eru góð við Opal3, ið var nakað av tí stuttligasta, hon hevur verið við í á palli. Hvat hevur heiðursmerkið at týða fyri teg? Tað hevur nógv at týða. Eg havi eisini fingið heiðursmerki frá Margrethu Drotning, og tað var stuttligt. Hugaligt er tað avgjørt, at Havnar Sjónleikarfelag virðismetir tað,sum vit hava gjørt fyri felagið. Tá tú ert vorðin gomul, so verður tú fegin, tá onnur virðismeta tað, sum tú hevur gjørt, sigur Jóhanna Maria Djurhuus. Niclas Johannesen Jazzur og rockur í Skansastovu Hóskvøldið fara næmingar í Tórshavnar Musikkskúla at hava konsert i Skansastovu. Talan er um nýtt tiltak, ið fer at vera eina ferð um mánaðin. Hjá teimum, ið ynskja at vita, hvussu rytmiski tónleikurin hevur tað í Føroyum í dag, verður frálíkt høvi hóskvøldið at hoyra nýggjasta ættarliðið av ungfólki, sum veruliga vilja nakað við tónleikinum. Talan er um næmingar hjá Tórshavnar Musikskúla, sum fara at spæla í Skansastovu hóskvøldið klokkan 19.00. Talan verður um tónleik frá jazzi til rock. Ein bólkur er unglinga stórbandið Jassarnir, ið telur 14 limir, har av níggju teirra eru blássarar. So her er sjálvsagt talan um Bigband jazz. Og lærarin er sjálvsagt eisini Brandur Øssurson. Hesin bólkurin fer at framføra tvey løg á konsertini. Ein annar bólkur, er Merkur, ið spælir rock'n'roll Lærari er guitarleikarin Bo Isholm Ein annar bólkur undir Bo Isholm er Salute, ið spælir heimagjørd løg, guitarleikarin Høgni Fagraberg hevur skrivað. Edward Nyholm Debes er lærari hjá bólkinum Venus, ið spæli covertónleik. Føroyskt umboð í DM i Rock Hóast talan er um ung nøvn, sum fara at spæla, so hava nakrir av tónleikarunum longu gjørt vart við seg áður. Bólkurin The Hanky Stuff er mannaður við Halgir Arge, Róki Jacobsen, Halluri Johannesen, Mikael Blak, Búa Dam og Dánjal á Neystabø. Bólkurin fer at spæla fimm løg hóskvøldið. Harav eru fýra heimagjørd. Hesin bólkurin fer at luttaka í væl umtóktu kappingini DM i Rock. Tað er klaverspælarin Stamen Stantchev, ið er lærari hjá bólkinum, sum sær út til at vera eitt sera spennandi nýtt navn í føroyska tónleikaheiminum. Aftrat teimum fimm bólkunum fara Sveinur Dam og Alti Bric Andreassen hvør í sínum lagi at spæla solo-guitar á konsertini. Niclas Johannesen Sálarfrøðingur: Nýggja sensurlógin broytir helst onki Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, roknar ikki við, at nýggja lógin um sensur fer at ávirka tað, ið víst verður í eitt nú SvF. Hann mælir kortini sjálvur til, at SvF ger sær meira ómak við at siga, hvønn aldursbólk ymsu filmarnir eru ætlaðir til Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, var ístívliga 20 ár limur og formaður fyri føroyska filmseftirlitið. Hann trýr ikki, at nýggja sensurlógin, sum løgtingið hevur samtykt eisini skal umfata SvF, fer at fáa avleiðingar fyri tað, ið sent verður frameftir. - Mær vitandi eru allar sjónvarpsstøðir í øllum Evropa leysar av almennum sensuri. Hinvegin hevur tað ofta ligið implisit í lógini fyri filmsensur, at hetta var eisini nakað, ið sjónvarpsstøðirnar fylgdu. Áttu at havt aldursmark Sjálvur er Eyðun Joensen eisini av tí fatan, at Sjónvarpið kundi gjørt meira fyri at kunna hyggjaran um, hvørjar aldursbólkar ymsu filmarnir eru ætlaðir til. Hann nevnir filmin Postboðið ringir altíð tvær ferðir, sum varð vístur beint eftir andaktina sunnukvøldið í SvF. - Eg haldi, tað hevði onki gjørt, um sjónvarpið hevði gjørt vart við, hvat minsta aldursmarkið fyri hendan filmin var. Eyðun Joensen sigur í hesum sambandi, at hann ongnatíð tey 20 árini hann var limur í Filmseftirlitinum minnist, at nakrar frá sjónvarpinum hevur ringt fyri at spyrja um innihaldið og hvat aldursmark hevði verið hóskandi fyri ávísar filmar. Sálarfrøðingirin sigur seg tó vera varugan við, at allir filmar, SvF sendir, longu hava verið til metingar í Danmark, sum eisini hevur sín egna sensur. Harðskapur verri Í nýggju lógini verður dentur lagdur á, at ónærisligar myndir og óneyðugur harðskapur ikki skal vera partur av tí, sjónvapið borðreiðir við. Eyðun Joensen sigur, at tað fyrr var kikarin serliga settur móti porno og tí skaðandi ávirkan, tað kundi hava fyri - serliga børn. - Eg havi verið á mongum ráðstevnum fyri sensur, og heilt inntil í 90'unum var mest fokuserað á, hvønn skaðiligan týdning porno kundi hava. - Men á síðstu ráðstevnuni eg var á í 1996 var rákið vent, og nú var tað serliga harðskapurin í sjónvarpi, sum serfrøðingarnir ávarðu ímóti. - Niðurstøðan tá var, at grovar útpenslaðar scenur kundu vera dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir hjá teimum, sum vóru sokallað forhondsdisponerað - t.v.s. serliga móttakilig. Eyðun Joesen sigur, at tá tú verður yvirfóðraður við harðskapi, so kann tað til síðst gerast meira legalt í høvdinum hjá tí, ið hyggur. - Og tað er har, vandin liggur, sigur sálarfrøðingurin. Grátt øki Eyðun Joensen viðgongur tó, at talan er um sera grátt umráðið, tá talað verður um, at "loyvishavarin til kringvarp (og eisini SvF, blðm.) skal ansa eftir, at sendingar ikki kunna skaða likamligu, sálarligu og siðalagligu menningina hjá børnum og ungum undir lógaraldur, eitt nú við ónærisligum ella ógrundaðum innihaldi." Ráðini hjá Eyðuni Joensen til sjónvarpið er sum sagt at kunna betri um, hvønn aldursbólk ymsu filmarnir eru hóskandi til. - Haraftrat er tað eisini gott at gera vart við, um harðligar myndir vera vístar í sending, har roknast kann við, at børn sita og hyggja, sigur Eyðun Joensen. Niclas Johannesen niclas@sosialurin.fo Feskafiskaútflutningur: Skipafelagið roynir at leiga minni skip Skipafelagið kannar møguleikarnar fyri at leiga eitt minni skip at seta í sigling í staðin fyri Pasadenu Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum, sigur við Sosialin, at hóast tað nú er greitt, at Pasadena ikki heldur fram at sigla fyri Skipafelagið, verður arbeitt við ætlanum um at seta eitt minni skip í sigling. Áðrenn 8. mars skal vera komið til eina niðurstøðu. Tí 8. apríl gongur leiguavtalan um Pasadena út. Orsøkin er, at leiðin gevur fleiri milliónir í undirskoti. Ónøgdur Skotlandssiglingin er annars aftur vorðið eitt politiskt mál. Sjálvstýrisflokkurin hevur boðað frá, at hann leggur uppskot fyri tingið um at stovna felag, "sum skal tryggja, at sambandið ímillum Føroyar og Skotland ikki dettur niðurfyri." Árni Joensen er ikki serliga fegin tað, hann kallar tær "politisku markeringarnar", sum komu í kjalarvørrinum á tíðindunum um, at Pasadena heldur ikki fram við at sigla. - Eg hevði heldur ynskt eitt meira sakligt orðaskifti um, hvør veruligi tørvurin er á farleiðini til evropeiska marknaðin. Árni Joensen vísir á, at Skipafelagið kann ikki sigla við undirskoti á sama hátt sum Smyril gjørdi á sinni. Tá fíggjaði landskassin undirskotið. Hann ynskir tí eisini at fáa eina nærri lýsing av, hvussu tørvurin skal definerast. - Vit høvdu sjálvsagt ynskt at kunna virka undir somu fortreytum, sum Smyril gjørdi, tá hann sigldi fyri Strandferðsluna. Men tað kunnu vit ikki. Soleiðis eru marknaðarkreftirnar ikki skrúvaðar saman. Blikur og Lómur Í løtuni sigla ávíkavist Blikur og Lómur hvønn hósdag úr Føroyum til Scrabster. Í oktober í fjør broytti Skipafelagið ruturnar soleiðis, at tað í dag er Pasadena, ið siglir til Hirtshals og Gøteborg hvørja viku. Tað eru serliga feskfiskaútflytarar, ið verða raktir, um onki skip verður sett í sigling í staðin fyri Pasadenu. Stjórin á Faroe Seafood Prime Hans Johannes á Brúgv segði við Sosialin fyri tveimum vikum síðan, at tað fær vanlukkuligar fylgjur, um rutan ikki heldur fram. Tvær Klaksvíksgentur aftur av tónleikavitjan í Norrkøping Við føgrum yvirskriftum verður nógv gjørt burturúr forkunnugari vitjan úr Føroyum í blaðnum NORRKØPING TIDNINGAR Talan er um tær báðar Honnu Vágsheyg og Ragnhild Ellingsgaard úr Klaksvík >>som gæster Norrkøping for att studra vår musikutbilding och for att spela med svenska ungdommar...<< , verður sagt í blaðnum. Tónleikurin nær at sameina yvir øll mørk. Í hesi ond var skipað fyri vitjan í vinarbýi Klaksvíkar: Norrkøping í Mið-Svøríki. Klaksvíkar Musikkskúli hevur í samráð við kommununa fingið í lag samarbeiði við musikkskúla í Norrkøping. Í hesum føri var talan um tær báðar Honnu Vágsheyg og Ragnhild Ellingsgaard, sum spæla tvørfloytu og blokkfloytu, sum í tríggjar vikur fingu einstaklinga undirvísing og annars spældu saman í størri bólkum í Norrkøping á Kristinaskolen, sum musikkskúlin eitur. Verturin var ikki heilt ókendur - Bjørn Sunnerstam, hevur undirvíst í tónleiki (floytu) í Føroyum í trý ár - og sum blaðið sigur: >>behærskar det færøiska språket rigtigt bra<<. Hanna og Ragnhild vóru sum sagt í Norrkøping í tríggjar vikur og hava fingið sera nógv burturúr bæði sjálvari undirvísingini, samanspælinum og ikki minst at vera í einum so stórum tónleikaumhvørvi o.u. 1000 næmingar í rímiliga langa tíð, siga tær báðar í stuttari viðmerking, og takka Klaksvíkar býráði og Musikkskúlanum fyri eina góða ferð. Hetta er ikki á fyrsta sinni, at næmingar úr Klaksvíkar Musikkskúla eru á slíkari námsferð. Fyri nøkrum árum síðan vóru Marion á Dul og Agnar Ellebye Andersen í ein mánaða á sama skúla. - Ikki er óhugsandi, at vit eisini fáa vitjan hendavegin í næstum, verður sagt úr Musikkskúlanum. - M.a. er talan um at fáa vitjan av einum tónleikalærara úr Odense í o.u. 3 mánaðar. Jógvan við Keldu, býráðsformaður er júst afturkomin av vitjan í Norrkøping, og varð sagt hagani, at talan var um sera góðar næmingar og virðiligar ambassadørar fyri Klaksvík í Honnu Vágsheyg og Ragnhild Ellingsgaard. Klaksvík býráð hevur annars rættiliga ítøkiliga samvinnu við sínar vinarbýir: Norrkøping - útbúgving Tammerfors - mentan Odense - vinnulív Tróndheim - umhvørvi. Hans Holm skrivar: Í dag: Turkaland Tá ið vit hoyra um Turkaland, er tað sjáldan fyri tað góða. Gaman í, nógv hava verið í landinum og hava bert gott at bera landi og fólki. Men so hoyra vit um, at bumbur hava verið sprongdar í ferðamannabýum, at undantaksstøða er alla tíðina í landsynningspartinum av landinum (har flestu kurdarnir búgva), at vanligt fólk - við hvørt í hópatali - er dripið av hermonnum, at uppreistur er millum kurdar, og at turkiskir hermenn hava gjørt innrás í Norðuriraq fyri at leita eftir hesum uppreistrarmonnum. Og nakað herfyri frættist, at Hægstirættur í landinum hevði forboðið størsta flokki, Vælferðarflokkinum, at vera til; hesin flokkur hevur nýliga sitið við stjórnarvaldinum við formanninum, Necmetin Erbakan, sum forsetismálaráðharra. Eisini frættist, at turkiskir politikkarar vóru blivnir firtnir undir samráðingum við ES um limaskap tí ES hevði stillað krøv um betrað mannarættindaviðurskifti í Turkalandi, og turkiski uttanríkisráðharrin hevði hótt við at taka landsins umsókn um limaskap í ES aftur. Hvørjum koma so allir hesir innanhýsis trupuleikarnir av, og hví letur ES - og Vesturheimurin yvirhøvur - ikki Turkaland bara passa seg sjálvt, tá ið - letur tað til - so nógvar politiskar kvalir standast av sambandinum við tað? Sum so mangan má ein eisini í hesum føri leita aftur í søguna, skal ein skilja viðurskiftini í hesum landi. Turkaland er gamalt stórveldi í hesum økinum. Í umleið 600 ár ráddu turkar við Balkanhálvoynni, Miðeystri og stórum pørtum av Norðurafrika. Stýrið var harðrent einaveldi við einum sultani sum ríkisstjóra. Tá ið hetta stýrið varð rent um koll eftir Fyrsta Heimsbardaga, misti landið stórar partar av sínum øki, og Turkaland í sínum núverandi líki var tað, man kláraði at hava eftir. Hetta bar tað við sær, at umframt turkar komu kurdar, armenar, grikkar og onnur fólkasløg at búgva innan fyri ríkisins mark. Tað stýrið, ið tá varð sett á stovn, var undir leiðslu av Kemal Pasha, kallaður Ataturk. Hann kom at vera landsfaðir turka, og hansara politisku sjónarmið hava síðan verið grundarlag undir øllum politikki í Turkaland. Hann stóð fast upp á tey grundsjónarmið: 1)statsins integritet, t.v.s. at fólk í Turkaland eru turkar, so at siga pr. definitión (tí noktar turkiska stjórnin fyri, at kurdar (uml. 20 mill.) eru til 2)at stýrið skal vera sekulert, t.v.s. at onki samband má vera millum stýrið og religión. Tí kundi Vælferðarflokkurin forbjóðast. Tí fær Turkaland trupulleikar við mannarættindum, t.d. sleppa kurdar ikki at vera kurdar, men skulu vera turkar, og fólk við fundamentalum religiøsum sjónarmiðum sleppa ikkki upp í politik. Men av teirri grund at Turkaland hevur so stóran hernarðarligan (er t.d. limur í NATO) og búskaparligan týdning fyri Vesturheimin, verður mark fyri, hvussu stórt trýst Vestanlond tora at leggja á landið. Tiltøk Møtir, fundir o.a. Samkoman Immanuel Møti í kvøld kl. 20.30. Rhema á Hálsi Í kvøld kl. 20: Møti. Preben Hansen talar. Leygardagin: Bíbliuskúli við Einar Joensen frá kl. 8.30 til kl. 12.00. Evni: Endatíðin. Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Ragnar Joensen talar og syngur. Morgunbøn: mánadag til fríggjadag frá kl. 06.45. Øll eru vælkomin. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønamøti. Mikukvøld kl. 20: Uppbyggingarmøti. Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti. Frelsunarherurin, Tórshavn Í dag kl. 15: Bøn. Í kvøld kl. 20: Kvinnuforum. Hóskvøldið kl. 20: Heimaforbundið. Aglow, Tórshavn Fundur verður í kantinuni á Læraraskúlanum leygarkvøldið kl. 20. Allar kvinnur eru vælkomnar. Hvalvíkar Missiónshús Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20 v/ Thomas Dam. Øll eru vælkomin. Lívsins Orð Møti verður í kvøld kl. 20. Barnamøti leygardagin kl. 27. Sunnudagin kl. 17 møti. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundur Sporafundur verður í Havn í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Bahá'í Miðstøðin í Gundadali er opin hvønn hósdag frá kl. 17.00 til kl. 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið. Bahá'í-samfelagið í Tórshavn Mentunnar-caféin Ælabogin Hósdagin 19. februar verður ljósmynda-fyrilestur um >>Sivilisasjon og arkitektur<< og persiskur døgurði í Mentunnarcaf'eini Ælabogin. Tað er Roya Taheri, arkitektur á vitjan úr Skotlandi, sum stendur fyri kvøldinum. Byrjað verður klokkan 20:00 og kostnaðurin er 40 krónur, matur og alt er við í prísinum. Atgongumerki fáast í Galleri Carolina (opið 16:00 - 17:30). Øll eru hjartaliga vælkomin! Mentunnar-caféin Ælaboginm Bøgøta 3, Klaksvík Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sending in frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Herning, Jylland 21. febr. verður tiltak fyri føroyingar í Jyllandi í Danmark. Tiltakið verður í Josvalskúlanum, Dalgasgade 11, Herning. Byrjað verður kl. 15.00 við hugnaløtu og uml. kl. 16.30 verður evangeliskt møti. Við verða Godtfred Joensen v/ familju. Eisini verður sangur, tala, søga, ljósmyndir o.a. Áhugað kunnu venda sær til Jens Olsen, tlf. 20458073, Símun J. Hansen, tlf. 20660962, ella Svein Askildsen, tlf. 97225623 Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Keisarakonsertin<>Keisarakonsertina<< av Ludvig van Beethoven saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum sunnudagin 29. mars. Henda konsertin verður mett at vera ein av gimsteinunum innan klaverlitteraturin og høvuðsverk Beethovens fyri nevnda instrument. Hetta er fyrstu ferð, at nakar hevur møguleika at uppliva hetta verk >>live<< her í oyggjunum. Harumframt verður á skránni tann vælljómandi symfoniin >>Klokkan<< - navnið hevur hon fingið av tí undirliggjandi >>pendulslagnum<< í >>scinføra<< satsinum - av Josef Haydn, og harafturat uppliva tann meira nýmótans ljómin í verkinum >>Adagio fyri strúkarar<< av amerikumanninum Samuel Barber. Henda várkonsertin hjá FSO er tann 36. í røðini av konsertum, sum framførdar hava verið síðani orkestrið varð stovnað í 1984. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Pláss fyri Fram í høvuðsstaðnum, men ikki á vøllinum Fótbóltur: Triðja fótbóltsfelagið í Havn, Fram, hevur truplar umstøður at virka undir Tá tosað verður um fótbólt í høvuðsstaðnum, verður sum oftast tosað um B36 og HB. Men nógv hava lyndi til at gloyma, at tað finst eitt triðja fótbóltsfelag í Havn, nevniliga Fram. Nógv ár eru gingin, síðani Fram í 1977 spældi í 1. deild, har teir millum annað vunnu á B36 og spældu javnt móti HB. Tá var felagið bert tvey ára gamalt, stovnað í 1975. Í dag spælir Fram í 4. deild. Teir vóru í 3. deild í fjør, men fluttu niður. So seint sum fyri tveimum árum síðani hevði Fram eisini lið við í pilta- og smápiltadeildini, sum Álvur Danielsen vandi. Men við bert tveimum fótbóltsvøllin til trý feløg, har av hini bæði teljast millum tey størstu í landinum, verður ikki nógv pláss eftir til tað lítla felagið. Venjingartíðirnar til yngru deildirnar vóru mitt í skúlatíðini, og av góðum grundum lat tað seg ikki gera. So ungdómsliðini, sum annars høvdu staðið seg væl, vórðu tikin av, og framtíðin hjá felagnum minkaði burtur í einki. Vón um hjálp frá AB Sunnudagin hevði Fram aðalfund, og Rói Mikkelsen varð afturvaldur sum formaður. Næstformaður er nú Magnus Fuglø, og hann verður eisini venjari í ár. Fram hevur í ár lið við í 4. deild, 5. deild og Old Boys-deildini. Magnus Fuglø sigur, at broyting nú skal koma í. Felagið skal fáa skil á aftur fótbóltin. - Tað er so avgjørt pláss fyri trimum feløgum í Havnini, tá hugsað verður um fólkagrundarlagið, sigur hann. - Men trupulleikin eru vøllirnir. Tveir vøllir er stutt og greitt ov lítið, um vit skulu vinna okkum upp eftir stiganum. Magnus Fuglø sigur seg vóna, at tosið um at leggja graslíki á grúsvøllin hjá AB á Argjum verður veruleiki, tí so kann Fram fáa onkra avtalu í lag við AB um at læna vøllin. Venjingartíðirnar hjá Fram í ár eru týskvøld og hóskvøld frá kl. 20.30 til 22.00. Magnus Fuglø sigur, at tað hevði verið ynskiligt við fleiri leikarum í felagnum. Eygleiðarastatus Á FSF-aðalfundinum herfyri varð samtykt, at feløgini, sum ikki hava lið við í ungdómsdeildunum, ikki skulu hava atkvøðurætt á fundinum. Fyri Fram vóru hetta ikki góð tíðindi. Felagið hevur heitt á FSF um at endurskoða avgerðina, tí tað setur eitt felag sum Fram aftur til eygleiðarastøði á aðalfundinum. - Eg haldi tað ikki vera rætt, at vit skulu missa atkvøðurætt, bert tí vit ikki hava lið við í yngru deildunum. Vit royndu, men tað lat seg ikki gera, sigur Magnus Fuglø, sum heldur, at tað hevði verið rættvísari at tikið atkvøðurættin frá feløgum, sum ikki hava nakra dómaratrio í 1. deild. - Meir enn eitt 1. deildarfelag hevur ikki so mikið sum ein dómara til 1. deild, og tað er ov vánaligt, sigur hann. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Smátt við fólki í VB Fótbóltur: VB hevði eitt gott kappingarár í fjør, men higartil í ár sær út til, at hópurin hjá felagnum fer at vera ov lítil til eitt eins gott úrslit Seinastu árini hevur VB verið fremsta fótbóltsliðið í Suðuroynni, og í fjør vann felagið sær rætt til at luttaka í altjóða kapping fyri fyrstu ferð nakrantíð. Men í løtuni eru útlitini fyri einum eins góðum kappingarári sum í fjør ikki serliga góð. Tað er ov smátt við fólki. - Tað er rætt, at vit ikki hava so nógv fólk í ár. Í løtuni er hópurin hjá okkum ikki nóg breiður, sigur John Eystberg, sum hevur spælt við 1. deild hjá VB seinastu árini. - Seinastu kvøldini hava vit bert verið eini 16 mans til venjing, og tað er ikki serliga nógv, tá vit eisini hava eitt lið í 3. deild, sigur John Eystberg. - Men vit vóna so, at menn fáa betri hug at venja, tá tað verður heitari í veðrinum, sigur hann. >>Coolio<< komin til VB Tveir av stuðulsspælarunum frá í fjør eru ikki við meir. Poul Thorsteinsson er farin til B36, og Zoran Mancic skal spæla við KÍ í ár. Hin jugoslavin, Milan Milanovic, verður eins og í fjør spælandi venjari, og við sær í ár hevur hann ein annan jugoslava. - Hann eitur Milan Kulic ella okkurt sovorðið. Vit kalla hann bara >>Coolio<<, og tað hevur hann góðtikið, sigur John Eystberg. >>Coolio<< er 22 ára gamal vinstrabeintur miðvallari, og John Eystberg sigur, at tað hann higartil hevur víst, hevur verið sera gott. Teir báðir eru júst komnir til landið, men seinasta mánaðin hava VB-ararnir vant sjálvir. Birgir Jørgensen hevur verið við frá byrjan av, og í mai mánaði kemur Jón Pauli Olsen heim úr Danmark og verður við restina av árinum. Og runavíkingurin Elian Hansen, sum hevur spælt við VB fyrr, verður kanska eisini við aftur í ár. Hinvegin hevur verið talan um, at onkur VB-ari ætlar sær til Royn í ár, men tað er enn ikki avgjørt. Trý suðuroyarlið í bestu deildini Í fjør var VB einasta suðuroyarlið í 1. deild, men í ár fáa teir so bæði TB og Sumba afturat sær. Bert eina ferð fyrr hevur Suðuroyggin havt trý 1. deildarlið, og tað var í 1991, tá Sumba spældi sítt higartil einasta kappingarár í bestu deildini. - Tað er eingin ivi um, at tað ger kappingina meira spennandi fyri okkara viðkomandi, og tað er eisini ein stórur fyrimunur fyri okkum, sigur John Eystberg. - Vit sleppa frá at ferðast so nógv, og tað fer eisini at merkjast peningaliga. Eisini tí, at vit ivaleyst fáa fleiri áskoðarar til dystirnar móti TB og Sumba, enn vit høvdu fingið móti B71 og FS Vágum. Túrarnir til Sands og Vágarnar vóru eisini teir longstu hjá okkum í fjør, so á tann hátt er tað betri fyri okkum, sigur hann og leggur afturat, at tað ikki ger tað minni spennandi, at fyrsti dystur í landskappingini verður á Tvøroyri millum TB og VB. Í altjóða fótbólti fyri fyrstu ferð Í summar stevnir VB fyri fyrstu ferð í søgu felagsins út í Europa at spæla fótbólt í altjóða kapping. Tað verður í Intertoto Cup-kappingini, sum er summarveddikappingin hjá UEFA. Fyrr hava HB, B68 og B36 umboðað Føroyar og hava spælt fýra dystir, tveir heima og tveir úti, móti fýra ymiskum liðum. Í ár er kappingin broytt soleiðis, at VB bert fær tveir dystir, ein heima og ein úti, móti sama liði. - Tað hava vit einki ímóti, sigur John Eystberg. - Fíggjarliga er tað nógv betri fyri VB bert at skula út at ferðast einaferð. VB byrjaði jú aftur frá null eftir alt pengastríðið, sum var við vøllinum á sinni, og felagið er enn ikki komið heilt fyri seg aftur eftir tað, sigur John. Fyri føroysku feløgini er tað kortini eitt reint lottarí at vera við í altjóða kapping. Um lutakastið t.d. gevur tær eitt norðurlendskt lið, er tað frálíkt, men um føroyska liðið fær eitt lið úr eystureuropa at spæla ímóti, kann tað gerast torført at fáa tað at hanga saman fíggjarliga, serliga tá talan er um eina so lítla kapping sum Intertoto, har pengarnir frá UEFA ikki eru so stórir sum í hinum europeisku kappingunum. Í Vági hava tey gjørt ein bólk til at fyrireika altjóða luttøkuna hjá VB, og so er bert at vóna, at eydnan brosar niður á Vágsbygd, tá lutakastið verður. Jógvan Hugo Gardar jogvan.gardar@senterpartiet.no Tolni gevur vinning Um føroyingar hava tol og møguleika at bíða longur enn bretar, so kan tað vera til fyrimunar fyri Føroyar, sigur professari í havrætti við lærda háskúlan í Oslo, Geir Ulfstein. Miðlinjukravið og treiskni kann í seinna enda vera føroyingum til fyrimunar. Ein rættarsak í Haagdómstólinum er sum at blaka terningar, úrslitið er púra óvist. Jógvan Hugo Gardar, Oslo: - Latið ikki bretar fáa ta fatan, at tit eru í tíðarneyð, men fáið teir at skilja, at teir hava meir at missa við at lata marknamálið bíða, enn føroyingar. Hesi eru ráðini, føroyingar fáa frá einum av leiðandi serfrøðingum hjá norðmonnum innan havrætt, Geir Ulfstein. Hann var millum annað við í tí bólkinum, sum norska stjórnin valdi at fyrireika rættarmálið millum Noreg og Danmark um markið millum Jan Mayen og Grønland. - Føroyingar mugu hugsa seg væl um, áðrenn farið verður víðari, og latið vera við at viðganga nakað, bert fyri at fáa ígongd samráðingar, sigur Geir Ulfstein. Hann sigur, at ein eigur gjølla at umhugsa tað kravið, sum føroyingar hava kravt, sammeta tað við bretska kravið og finna út av, hvat liggur í teimum báðum krøvunum. - Ein spurningur føroyingar sjálvandi eiga at umhugsa, er um ein skal víkja frá upprunakravinum um miðlinjuna. Um tað er neyðugt at hava bæði fiskimark og mark á havbotninum á sama stað, ella um ein eigur lata bretar fáa meir av sínum kravi. Hetta eru spurningar, sum eiga at vera gjølliga umhugsaðir Arga mótpartin Geir Ulfstein sigur, at ein triðji spurningurin sum eigur at viðgerast er, um virksemið á leiðini, partarnir eru ósamdir um. - Hvussu ágangandi skal ein vera í sínum virksemi. Hvussu nær tí umstrídda økinum skal ein hava virksemi, t.d. innan oljuleiting, ella skal ein halda seg hampuliga langt frá einum slíkum øki? sigur havrættarserfrøðingurin. - Bretar hava valt ein miðal ágangandi framferðarhátt , men teir eru ikki farnir um miðlinjuna - tað eg veit um -. Ein kundi hugsað sær eina enn meir ágangandi framferð, til dømis kundu bretar farið undir leiting norðan fyri ella vestan fyri fiskimarkið. Geir Ulfstein vísir eisini á spurningin um, hvussu grundlinjan skal strekkjast, tí fleiri mátar eru at gera tað uppá. Haag-dómstólurin Geir Ulfstein hevur ikki nágreiniliga sett seg inn í marknatrætuna millum Føroyar og Bretland, men úttalar seg sum serfrøðing innan havrætt, og við serligari vitan um Jan Mayen/Grønland-trætuna, sum endaði í Haag-dómstólinum. Í hesum málinum fór Danmark beinleiðis til Haagdómstólin, uttan fyrst at boða Noreg frá. - Hetta gjørdi sjálvandi, at vit fingu eitt sindur ringa tíð, men ein bólkur bleiv í skundi settur til at arbeiða við málinum. Bólkurin umfataði umboð fyri stjórnina og nakrar serfrøðingar, sum kendu til málið og málsviðgerð í Haagdómstólinum. Eg var við sum havrættarserfrøðingur, sigur Geir Ulfstein. Spurningurin um trætan um markið skal sendast til Haagdómstólin hevur verið umhugsaður í Føroyum leingi. Geir Ulfstein sigur, at hetta er sum at kasta ein terning. Ein kan ikki frammanundan við vissu vita, hvat dómstólurin vil leggja dent á. - Danmark er ikki partur í havrættaravtaluni, sambært teimum upplýsingunum eg havi, men Danmark er partur í landgrunnaravtaluni av 1958, og hon kann tí brúkast í Haagdómstólinum. Geir Ulfstein sigur, at ein góð orsøk til at fara til Haagdómstólin er, um bretar gerast ov víðgongdir í sínum krøvum. - Danmark hevur royndir frá slíkum rættarsakum, og kann væl royna seg aftur. Haagdómstólurin kann byggja sínar dómar á bæði havrættaravtaluna og avtaluna um landgrunnar. Í artikkul 6 í landgrunnaravtaluni er fyrsta krav, at tað er ein avtala ímillum partarnar, og er eingin avtala, so er tað miðlinjan sum skal telja um ikki serligar umstøður gera seg galdandi. - Í hesi avtaluni verður áherðsla løgd á miðlinjuna sum eitt týðandi prinsipp. Tá er spurningurin um tað eru serligar umstøður millum Føroyar og Stórabretland. Eftir mínum tykki skuldi tað ikki verið nakrar serligar umstøður sum gera, at annar parturin kann krevja undantak frá miðlinjuprinisppinum. Serligar umstøður kunnu vera nakrar oyggjar, sum skulu telja við ella ein serligur partur av strondini. Kolbeinsey norðanfyri Ísland er eitt tílíkt dømi. - Men í høvuðsheitinum leggur landgrunnaavtalan størri dent á miðlinjuprinsippi enn enn havrættaravtalan, ið ikki nevnir miðlinjuprinisppi. Artikkul 83 í havrættaravtaluni sigur, ar partarnir skulu hava eina avtalu sínamillum. Men hava partarnir ikki undirskrivað nakra avtalu, so skal ein nýggj avtala byggja á altjóða lóg, sum Haagdómstólurin rættvíst skal finna fram til. - Samanbera vit hesar báðar avtalurnar, so er tað mest stuðul fyri miðlinjuprinsippinum í landgrunnaavtaluni. Hinvegin er einki til hindurs fyri at Haagdómstólurin brúkar havrættaravtaluna og finnur út av, at miðlinjuprinsippið er tað, sum er mest rættvíst í ósemjuni millum Føroyar og Stórabretland. - Men - tað er eitt men, tí í málinum um markið millum Grønland og Jan Mayen endaðið tað við somu loysn fyri markið á landgrunninum og 200 fjórðinga fiskimarkið. Trætan um markið á landgrunninum bleiv loyst við avtaluni av 1958 (landgrunnaravtalan), meðan 200 fjórðinga fiskimarkið bleiv loyst við ávísing til tað vit kalla fólkarættarligan siðvenjurætt. Her bleiv eingin munur á markinum, sjálvt um landgrunnaravtalan klárt vísir til miðlinjuprinsippið. Skilir dómstólurin millum hvat fyri strandalond vit tosa um? - Ja, dómstólurin í Haag sigur, at miðlinjuprinsippið er eitt gott útgangsstøðið, tá strandalondini liggja yvirav hvør øðrum sum Føroyar og Stórabretland. Hin møguleikin er grannahav, sum til dømis millum Spania og Frakland. Tá strandalondini liggja yvirav hvør øðrum er miðlinjuprinsippið av størri týdningi fyri dómstólin. Kann fara báðar vegir Geir Ulfstein sigur, at Haagdómstólurin í Jan Mayen/Grønland trætuni væl kundi havt valt miðlinjuprinsippið, men hann valdi í staðin at tilpassa miðlinjuna. - Grundgevingin var fyri tað fyrsta strandalongdin og fyri tað næsta at tryggja grønlendskum fiskiførum atgongd til eitt ávíst havøki. Tí liggur markið millum Jan Mayen og Grønland nú nærri Jan Mayen, enn grønlendsku strondini. Hann sigur at tað kann tykjast, sum um Haagdómstólurin roynir at finna ein millumveg, so báðir partar fáa eitt sindur. Hevur støddin á londunum nakran týdning? - At Føroyar eru eitt lítið land og Stórabretland eitt stórt land, skal ikki hava nakað at siga, og tað stendur heldur einki í einum dómi um at rætturin hevur lagt dent á nakað slíkt, tá teir hava dømt. Hinvegin kann ikki útihýsast tann møguleikin, at dómararnir vilja leggja dent á stødd, hóast spurningurin ikki er umráðandi fyri dómstólin. Geir Ulfstein sigur, at tað kann hugsast at føroyingar kunnu leggja inn nøkur krøv sum gera, at dómstólurin metir tað av týdningi fyri føroyingar. - Eins og í Jan Mayen/Grønland dóminum, har dentur er lagdur á at grønlendarar skulu hava atgongd til eitt ávíst øki, so kann henda at føroyingar kunnu vísa á eitt ávíst mynstur hjá einum fiskaslagi. Hetta mynstrið kann vera við til at ávirka dómstólin. Um Føroyar kunnu prógva fyri Haagdómstólinum, at toskastovnurin ella svartkjaftastovnurin ferðast í einum ávísum øki, kunnu føroyingar fáa dómstólin til at leggja dent á hetta í sínum dómi. Ikki roynt fyrr Í samband við trætuna millum Føroyar og Stórabretland hevur verið ført fram, at vit kunnu framvegis hava 200 fjórðinga fiskimarkið, men at Stórabretland kann hava rættindini langt inn á føroyskt øki á havbotninum. Geir Ulfstein sigur, at hetta hevur Haagdómstólurin enn ikki gjørt nakað við. - Einasti dómurin frá Haag-dómstólinum har teir bæði skuldu seta fiski- og landgrunnamark er júst í Jan Mayen/Grønlanddóminum. Har valdu teir sama mark. Frammundan hevur dómstólurin avgjørt landgrunnamarkið. Kann fiskimarkið broytast, um bretar vinna í Haag? - Nei, tí her er ein endalig avtala millum partarnar, og tað kann Haagdómstólurin einki gera við. At tað í dag er ein avtala, har miðlinjuprinsippið er brúkt, talar fyri at miðlinjuprinsippið eisini verður brúkt á havbotninum. Krevjandi at fara til Haag Geir Ulfstein sigur, at føroyingar hava tveir møguleikar, tað er at ganga nøkrum av bretsku krøvunum á møti, ella at fara til Haag-dómstólin. - Spurningurin um hvussu ringa tíð føroyingar hava er tann fyrsti, sum má loysast. Kunnu føroyingar bíða, so gerið tað, og fáið bretar at koma við einum útspæli. Tann parturin, sum kann bíða, hevur eisini mest at vinna. At føra eitt rættarmál í Haag er krevjandi bæði fíggjarliga, og nógvir serfrøðingar koma inn í myndina, og málið tekur tíð. Hvussu umfatandi er ein fyrireiking til Haagdómstólin? - Tað krevur nógva pengar. Í Jan Mayen/Grønland málinum brúktu vit nógva tíð, pengar og fólk. Her á lærda háskúlanum í Oslo vóru vit eini seks-sjey persónar, sum vóru serfrøðingar innan fólkarætt, fiskivinnu, landafrøðið og so framvegis. Harafturat fingu vit hjálp frá fólkarættsserfrøðingum í millum annað Fraklandi, Stórabretlandi og USA. Hesir serfrøðingarnir eru dýrir. Harafturat koma embætisfólk, sum arbeiddu við málinum í stjórnini. Vit brúktu tilsamans umleið fimm ár frá tí at danir í 1988 sendu málið til Haag, til dómurin fall í 1993. Eini ráð til føroyingar? - Um føroyingar meta, at tað kravið, teir hava kravt, er tað mest rættvísa, og tað kravið, sum kann vinna fram í Haagdómstólinum, so síggi eg onga grund til at víkja frá hesum kravinum. Haldið fast og bíðið við Haagdómstólinum so leingi tit hava møguleika. Fyri føroyingar er at vóna at bretar hava meir skund. Býarbólkurin<< longu býtt Føroyakortið sínámillum - Vit mótmæla nú harðliga at nakrar kommunur sláa seg saman undir einum felagsheiti, sum >>Kommunur við býarheiti<< og tykjast arbeiða miðvíst soleiðis, at ikki bert ein byrjandi maktgirnd hómast, men tykist brotin út í ljósan loga, siga borgarstjórarnir í seks av teimum >>smærru<< kommunum, sum rópa varskó til Kommunufelagið og allar politikarar innan- eins og uttan fyri >>býarfelag, løgting og landsstýri Umboð fyri omanfyrinevdu kommunur vórðu á fundi tann 16. februar 1998 einmælt samdar um: >>at rópa varskó<< til kommunufelagið, allar kommunalpolitikkarar innan- eins og uttanfyri >>býarfelag<<, løgting og landsstýrið. Tá tað tykist okkum, sum kommunufelagið ger alt ov lítið við støðuna, nú ein >>býarbólkur<< avgreiðir stórmál sum kommunusamanlegging, kommunuskuld, ja, beinleiðis longu hevur býtt Føroyakortið sínámillum, vilja vit heita á kommunufelagið nú beinanvegin at fara til verka og steðga >>býarbólkinum<< í sínum sjálvdrátti. Hóast vit øll vita, at hetta við kommunusamanlegging er eitt sera eymt evni, hava kommunurnar roynt, helst ov nógv - at givið frið >>meðan tingið situr<<, - ímeðan tann av landsstýrinum setta kommununevnd arbeiðir. Vit mótmæla nú harðliga tí, ið gongur fyri seg, s.s., at nakrar kommunur sláa seg saman undir einum felagsheiti, sum >>Kommunur við býarheiti<< og tykjast arbeiða miðvíst soleiðis, at ikki bert ein byrjandi maktgirnd hómast, men tykist brotin út í ljósan loga. Býar->>heitið<< ella ikki, hópin av kommunum liggja so tætt uppat hesum í fólkatali, at hesar sjálvandi ikki kunnu finna seg í tí, ið fer fram innan eins og uttan hesi leiktjøld. T.d. kundu 2 kommunur lættliga umboða størri fólkatal enn hesar. Tær kommunur, ið eru innan Føroya Kommunufelag og enntá hava fingið størri ávirkan innan henda felagsskap, men um somu tíð nýta orku sína uttanfyri høvdu skjótt verið >>eksluderaðar<<, - um talan var um t.d. eitt fakfelag. Hesin býarbólkur, ið bæði er umboðaður av kommunum innan sum uttan Føroya Kommunufelag, hevur fundast og tykist alt meiri longu hava býtt >>grindina<< =Føroya Kortið = Føroya Fólk - sínámillum. Hesar fáu kommunur tykjast bert kunna >>samstarva<< í løtuni, tí tær á henda hátt fáa ansað eftir hvørji aðrari, - so hinar ikki fáa størra >>grindapartin<<. Tær skjóta nú upp, at tær >>hjálpa<< teim mest skuldnarbundnu kommunum við at lata teirra part í kreppulánsgrunninum fara til hetta endamál. Hetta skal enntá gerast beinanvegin og verða skrumblað ígjøgnum innan 14 dagar - ja, verða leyst og liðugt til, at Tórshavnar býráð kundi samtykkja >>at lata<< sín part úr veðhaldsgrunninum longu nú á býráðsfundinum hósdagin tann 19. í h.m.! Hesin veðhaldsgrunnur, ið allar kommunurnar og landsstýrið hava bundið seg til í avtalu við allar lánikreditorar, skal hava 100 mió. kr. tøkar í veðhalds-grunni. Ein stórur, tungur og bindandi sáttmáli, ið ikki gongur út fyrr enn 1. des. 2.000. Nakrar mánaðir áðrenn kommununevndin skal verða liðug og áðrenn løgtingsval? - fer nevndarlimur í kommunudini, embætismaður umboðandi størstu kommunu í landinum - saman við formanni í >>býarfelagnum<<, býtir veðhaldsgrunnin út, býtir Føroya kortið og leggur á, at hetta skal verða liðugt innan 1. býráðsfund í Havn tann 19. februar 1998!!?? Sjálvandi liggja treytir við tílíkum >>beinasemi<< um >>hjálpina<< - nevnd omanfyri. Til tess at undirstrika álvaran í hesi støðuni fyri kommunum uttanfyri >>býarbólkin<<, skulu vit her bert taka tvinnar fram: 1.samanlegging beinanvegin og treytaleyst - les: undirleggjast teimum í >>býarbólkinum<< 2.alt tos um útjavning skal hereftir bannlýsast Ikki er frítt, at mett verður, at tær fáa ávísan stuðu lúr landsstýrinum til hetta ódámliga arbeiði. (>>Målet helliger midlet<<). Vit spyrja nú, hvør hevur givið hesum fáu kommunum rætt til at fara soleiðis fram, sum alt meiri kemur til sjóndar og bert partvíst er roynt at avdúka her? >>Vi alene vide, hvad er til folkets bedste<<. Hesi orðini frá danska einaræðinum, vórðu tey, ið fekk fólk har at rakna við og endaði hetta seinri við sjálvari grundlógini. Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt: eitt av tí mest grundleggjandi, ið flestu av >>hinum<< kommununum kring landið óttast mest fyri við samanleggingum, er júst maktgirndin hjá teimum >>størstu<< - og her sæst nú sjón fyri søgn. Innan kommunufelagið er farið undir at umrøða, hvat skal henda við kommunuskuldini, tá skuldaravtalan gongur út pr. 1. des. 2.000. Hetta arbeiði varð byrjað fyri seinasta árslok og gongd sett á beint eftir árslok. Hetta varð hildið gleðiligt, at felagið legði út í so góðari tíð, ásannandi, at málið hevur nógvar síðir og alt ov nógv verður blandað uppí, men til tess at kommunurnar kundu nýta tíðina at finna hvønn annan og liviligastu loysnina. Undirritaðu kommunur loyva sær at heita á kommunurnar í >>býarbólkinum<<, allar hinar kommunurnar í landinum, løgting og landsstýrið um nú at sinna seg og viðgera hesar átrokandi trupulleikar meiri í felag og við virðing fyri hvørjum øðrum og ikki við hóttanum, men við meiri skili, og í einum størri felagsanda finna loysnir á trupulleikunum. Somuleiðis at ásanna, at heldur ikki við at skapa broytingar við t.d. samanleggingum o.m.ø. bert tí eitthvørt má gerast - uttan mun til um hetta bøtir og gevur trúgv uppá eina betri framtíð ella ikki. Øll treingja helst til at verða ámint um, at >>grindin<<, ið her verður umrødd, eru menniskju, ja, alt Føroya Fólk, ið nú búgva og helst skulu koma at búgva, trívast og mennast saman í og kring landið alt. Vit loyva okkum at minna m.a. >>býarbólkin<<, løgting og landsstýrið á, at núgaldandi lániskuldaravtalan við veðhaldsgrunni uppá tær 100 mió.kr. ikki gongur út nú, hvørki í hesi vikuni ella í summar, men 1. des. 2.000 - ella hvussu?? Hetta, ið býarbólkurin her hevst at, kann ikki bert verða ørkymlandi fyri okkum, men man somuleiðis vera tað hjá lánikreditorum okkara. Løgið, at tað skal tæna nøkrum góðum endamáli í kanningini um nýggjar lániavtalur. Til tess, at nakað av vanligum arbeiðsfriði kann loyvast kommunum, ið enn royna at virka í Føroyum - eisini uttanfyri >>býarbólkin<< og til tess at vísa á alternativar møguleikar til >>hjálpina<< frá hesum - uttan at tað altíð skal gerast neyðugt at samantvinna eitt kommunalt sjálvræði við skuldarbyrðuna hjá ávísum kommunum og blanda samanlegging og a.m. uppí, vilja vit framhaldandi stuðla Føroya Kommunufelag við at finna eina loysn uppá kommunuskuldina í góðari tíð innan núgaldandi lániavtala gongur út. Viðv. strembanini hjá >>býarbólkinum<< um samanlegging verður somuleiðis heitt á kommunufelagið um at staðfesta støðu limanna til, at øll samanlegging veruliga bert skal fara fram sjálvboðin - eins og somuleiðis landsstýrið beinleiðis ásetti í kommisorium til kommununevndina. Altso, - øll beinleiðis og óbeinleiðis tvugin samanlegging verður nú slept. Á fundi í Gøtu, tann 16.02.1998. Bygdaráðsformenn/næstformenn fyri: Sjóvar kommunu, Skála kommunu, Oyndarfjarðar kommunu, Nes kommunu, Leirvíkar kommunu og Gøtu kommunu. Finnbogi Ísakson Slagorða-flokkurin Viðhvørt tykir mær, at leiðandi javnaðarfólk hava gingið heldur nógv á skeiðum. Á sosialdemokratiskum slagorða-skeiðum Viðhvørt tykir mær, at leiðandi javnaðarfólk hava gingið heldur nógv á skeiðum. Á sosialdemokratiskum slagorða-skeiðum. At ganga á skeið og læra at føra valstríð er rættiliga nýtt, men annars heilt nógv útbreitt fyribrigdi í heiminum. Í dag sleppur ein flokkur næstan ikki undan onkrum skeiði, um hann skal standa seg í einum valstríði. Men máti skal vera við. Tað tungusnildið og annað snildi, sum verður lært á slíkum skeiðum, má ikki gerast innihaldið í politikkinum hjá einum flokki. Tá verður ongin beinagrind, bert ein hamur eftir. Eitt gott samfelag Í Føroyum er tað Javnaðarflokkurin, sum hevur sitið mest á skúlabonki, hóast aðrir flokkar eisini hava fingið nakað av hesum slagorðalærdómi potaðan niður í seg. Eg skal her nevna trý dømi um, hvussu Javnaðarflokkurin førir seg fram við slagorðum: Útvarpið hevði nú eitt kvøldið fingið tað góða hugskot at lata umboð fyri tey politisku ungmannafeløgini yvirtaka Fimmaran. Evnið var fyrst og fremst sjálvstýri ella samband. Eg fekk tíverri ikki alla sendingina við, men hoyrdi kortini fleiri ferðir, at umboð Javnaðarfloksins førdi fram, at Javnaðarflokkurin vil hava eitt gott samfelag. Hetta er eitt sniðfundigt slagorð. Tí, hvat liggur í tí? Jú, at hinir flokkarnir vilja ikki hava eitt gott samfelag. Og serliga: flokkar, sum vilja hava loysing ella sjálvstýri, vilja so slettis ikki hava eitt gott samfelag. Statt so! Onki mál í sær sjálvum Eitt annað dømi: eitt nógv umrøtt yvirtøkumál hevur verið fyri á tingi. Tað varð samtykt við 2. viðgerð, men varð felt við 3. viðgerð. Bæði í tinginum og seinni í Sjónvarpinum segði Jóannes Eidesgaard, at "ein yvirtøka í sær sjálvum er ikki nakað mál", men at vit skula fremja "yvirtøkur, tí at vit fáa nakað burtur úr tí". Eisini hetta ljóðar væl, men er í roynd og veru onki uttan slagorð. Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Gamla Sjálvstýri løgdu lunnar undir yvirtøkupolitikkin, meðan Tjóðveldisflokkurin vildi hava og vil hava eina endaliga uppgerð við Danmark í staðin. Hóast hetta hevur Tjóðveldisflokkurin gingið við til at framt yvirtøkur sum stig á sjálvstýrisleið, av tí at meiriluti fekst ikki fyri einum meira víðgongdum politikki. Málið hjá Tjóðveldisflokkinum við yvirtøkunum hevur verið, at málsøkini komu undir lóggávuvald Løgtingsins (í staðin fyri Fólkatingsins) og umsitingin undir Landsstýrið (í staðin fyri donsku stjórnina). Tað er eitt mál í sær sjálvum. Sjálvstýrispolitikkur kann ikki grundast á, at vit fáa nakað annað burturúr enn ræði yvir okkum sjálvum, okkara samfelag, landi, havi, undirgrund og havbotni. Er ongin støða sterk støða? Eitt triðja dømi: Ein navnframur og royndur Javnaðarpolitikari tók einaferð til, at "ongin støða er sterk støða". Eisini hetta kann ljóða væl, serliga tá tað verður sagt nóg ofta. Men hvussu við innihaldinum? Ber tað yvirhøvur til at føra politikk hjá honum, sum onga støðu hevur? Neyvan. Aftur eitt slagorð. Og tað eru hesi slagorðini, sum hava yvirtikið politikkin hjá Javnaðarflokkinum. Tí ber heldur ikki til at fáa ein skilagóðan og miðvísan dialog við Javnaðarflokkin um sjálvstýri. Flokkurin tvíheldur jú um, at "ongin støða er sterk støða". Men tað er neyvan ein politikkur, sum roynist í longdini. Stokkutur hiti, segði kellingin, tá hon meig í lógvarnar fyri at fløva sær hendurnar. Ferðafólkasambandið millum Føroyar og Skotland eigur at verða uppafturtikið! Spurningurin er, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur til tess at tryggja møguleikum fyri nøktandi ferðafólka- og farmaflutning millum Føroyar og Skotland? Ásannandi at avgerð samgongunnar, við sjálvstýrisflokkinum á odda, um at niðurleggja ferðafólkasambandið millum Føroyar/Aberdeen var sera óheppin og helst hevur skatt umdømi Føroya sum ferðaland var tað, at Miðflokkurin í skrivi dagfest 14.03.97 og aftur í skrivi 09.05.97 heitti á táverandi landsstýrismann í samferðslumálum um at finna eina loysn ferðafólkaflutninginum viðvíkjandi. Í frágreiðing til Føroya landsstýri >>Sjófarleið til Skotlands<< verður m.a. upplýst, at tað ferðast uml. 12000 fólk árliga við Smyrli til Skotlands og at alt í alt er ferðafólkatalið til og frá Skotlandi umleið 11% av samlaða ferðafólkatalinum. Eigur at verða tikið uppaftur Miðflokkurin er av teirri áskoðan, at ferðafólkasamandið millum Føroyar/Skotland eigur at verða tikið uppaftur og at farmaflutningur eigur at verða tryggjaður so nøktandi sum gjørligt. Hvat ferðafólkaflutningi viðvíkur, kundi ein loysn verið t.d. at siglingin bert var um summarið - einar 4,5 mánaðir um árið. Av Strandferðsluni hevur verið upplýst, at slík sigling helst hevði givið eitt hall uppá kr. 600.000. Tá er roknað við somu ferðaseðlaprísum sum hava verið galdandi, tá Smyril á sinni røkti farleiðina. Javnvágur - kanska eitt avlop - kundi fingist til vega, við at ferðaseðlakostnaðurin varð hækkaður nakað og annars við øktari tænastu. Framvegis kundi tá føroyingurin havt møguleikan fyri eini >>bíligari<< ferð til eitt land, har gott og bíligt er at ferðast í. Nógvir fyrimunir Umframt, at tað úr Skotlandi er vegasamband til Europeiska meginlandið, eigur at havast í huga, at í Skotlandi eru nógvir útbúgvingarstovnar, alternativir vinnumøguleikar og stórir møguleikar fyri samhandli. Í nevndu frágreiðing verður m.a. sagt: >>tað er tó trupult at seta neyv tøl á ávirkan av betri sambandi við Skotland, men tað er givið, at gott samskifti við Skotland hevur positiva ávirkan fyri føroyska samfelagið á tann hátt, at møguligt er at fáa hægri prís fyri partar av útflutningsvøruni, at møguligt er at fáa bíligari innflutningsvøru. Harumframt gevur samskifti menningarmøguleikar bæði fyri vinnuni og fyri føroysku mentanina<<. Einki er at ivast í, at áhugamál í Skotlandi høvdu áhuga í at ferðaflutningssambandið landanna millum kom í eina nøktandi legu, og kundi tað tí kanska verið eitt hugskot hjá t.d. landsstýrinum at kanna henda møguleika og fingið eitt skilagott samstarv í lag. Hvat ætlar landsstýrið at gera? Nú oljuvinna eisini eftir øllum at døma stendur fyri durum, eigur landsstýrið at kenna ábyrgd og viðvirka til loysnir, eisini á nevnda øki, sum í síðsta enda uttan iva fara at roynast samfelagsgagnligar. Mong bíða tí nú, og ynskja at frætta, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur til tess at tryggja møguleikum fyri nøktandi ferðafólka- og farmaflutning millum Føroyar og Skotland? Eiði 14.02.98 Tordur J. Niclasen Hvat er tað, sum pínirJavnaðarflokkin? Í oddagreinini í Sosialinum leygardagin 14. februar verður sagt frá, at leiðsla sambandsfloksins hevur fingið ein dyggan frammaná. Grundgevingarnar eru fyri tað fyrsta, at 30% av sambandsveljarunum vilja hava meiri sjálvstýri og fyri tað næsta, at undirritaði fær lítla undirtøku sum løgmansevni. Ein triðja grundgevingin er, at skrivari Sambandsfloksins vil sleppa av við ríkisstuðulin. Ongin av hesum grundgevingum kann nýtast. Broytingar í ríkis- felagsskapinum Í viðtøkum Sambandsfloksins hevur leingi staðið: >>Sambandsflokkurin var við til at orða og at samtykkja heimastýrislógina, og hann er tí eisini til reiðar at gera tær stjórnarligu broytingar, ið hann heldur tæna fólkinum best<<. Um tað eru 20% ella 30% ella fleiri, sum t.d. vilja broyta heimastýrislógina, eiga tey at leggja fyri flokkin, hvørjar broytingar tey vilja hava, og málið verður tikið til viðgerðar. Ein meiriluti í flokkinum skal so taka støðu til, um hesin vilji lýkur treytirnar í viðtøkunum. Sambandsflokkurin sigur ikki nei til at broyta heimastýrislógina. Tvørturímóti. Vit skjóta upp eina ráðstevnu í ár, har vit og aðrir kunnu fáa sakligar upplýsingar um møgulig brek á heimastýrislógini, og hvussu bøtast kann um. Tað, sum vit hava sagt nei til, er at Tjóðveldisflokkurin (avgjørdur loysingarflokkur), Fólkaflokkurin (nú avgjørdur loysingarflokkur) og Javnaðarflokkurin (vil gera klárt til loysingina) saman við hinum yvirtøku- og loysingarflokkunum fáa blanco fulltrú til okkara vegna at fyrireika og skipa fyri loysingini. Løgmansevni Sambandsfloksins At sambandsveljarar ikki alment vilja taka støðu til, hvønn teir vilja hava sum løgmansevni næstu ferð, gevur heldur ikki trupulleikar. Í tveimum veljarakanningum hevur úrslitið verið ávikavist 7% og 9% til mín, ta seinnu ferðina 16 ferðir fleiri enn næsti maður. Ynski skrivarans At skrivari Sambandsfloksins vil reka ein politikk, sum ger, at vit hava minni tørv á ríkisstuðlinum, er einki nýtt. Tað hevur altíð verið málið hjá Sambandsflokkinum. Skrivarin er ivaleyst fult greiður um, at hetta er bert møguligt, um fíggjarpolitikkurin hjá Sambandsflokkinum verður rikin. Her gongur sjón fyri søgn. Hvat er tað, sum pínir Javnaðarflokkin? Tað er tann sama ræðslan fyri at standa til svars fyri úrslitunum av sínum egna politikki. Hetta sæst eisini í somu oddagrein, har stendur: >>Kenna vit Sambandsflokkin rætt, setur hann seg helst uttanfyri, so hann aftan á kann siga, at tað vóru hinir, sum gjørdu broytingar, eins og hann hevur gjørt áður<<. Tað er hetta, sum pínir javnaðarmenn inn at sálini. Teir vita betur enn nakar, at Sambandsflokkurin setti seg ikki uttan fyri í 1974, 1978 ella 1985. Hann bleiv settur uttanfyri. Tað bleiv hann ikki í 1981, tá allur fiskiflotin varð koyrdur fastur, og tá samfelagið annars var í fíggjarkreppu. Tað bleiv hann heldur ikki í 1994, tá samfelagið Føroyar var farið á húsagang. Javnaðarflokkurin varð ikki settur uttan fyri í 1981. Hann tordi ikki at vera við í neyðugu uppruddingini. Hann varð heldur ikki settur uttan fyri í 1994. Hann byrjað at luttaka í hesi upprudding, men kláraði ikki at halda út. Javnaðarflokkurin setti seg sjálvan uttan fyri í 1994 í hálvum valskeiði. Og tann beiskasti bitin er, at javnaðarmenn vita ov væl, at meðan sambandsmenn vórðu settir uttanfyri, koyrdu teir saman við hinum yvirtøku- og loysingarflokkunum Føroyar á húsa-gang. Teir vita eisini fullvæl, at uppruddingararbeiðið aftan á fíggjarligu trupulleikarnar í 1980 og aftan á húsagangin í 1993 hevði ikki verið gjørt til lítar, tók Sambandsflokkurin ikki um endan. Heilt bevíst brúkar Javnaðarflokkurin heimastýrislógina at skylda upp á fyri at fáa fólk at gloyma, at tað var Javnaðarflokkurin, sum stóð á odda fyri tí politikki, sum førdi til húsagangin. Samráðingarnar aftaná løgtingsvalið Javnaðarflokkurin hevur funnið útav, at ongin flokkur fer í samgongu við Sambandsflokkin, um hann ikki vil gera munandi broytingar í ríkisfelagsskapsviðurskiftunum. Hetta er heldur onki nýtt. Hetta varð endurtikið upp í saman í árunum frá 1974 til 1981 og í árunum 1985 og úteftir. Ongin skal ivast í, at koma loysingarflokkarnir, óansæð um tað er Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin ella aðrir flokkar við ítøkiligum uppskotum til broytingar av heimastýrislógini, so vil Sambandsflokkurin taka upp samráðingar við hesar flokkar. Eru uppskotini skilagóð, taka vit undir við teimum. Men vit krevja, at javnaðarmenn og aðrir tora at bera fram, hvat teir veruliga ætla at broyta og fremja. Tað tora teir ikki. Les aftursvarið hjá formanni Javnaðarfloksins til Finnboga Ísakson, sum stendur á somu síðu á sama blað sum oddagreinin. Edmund Joensen, løgmaður Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Tekstmaskinan Danskt elektroniskt leksikon Lademanns multimedia leksikon er framvegis landsins besta, men tað er ikki so nógv av nýggjum í 98 útgávuni, at nøkur orsøk er at uppdatera gomlu útgávuna Leksikon á CD-rom mugu vera vælumtókt. Í hvussu er er tað eydnast Lademann at uppdatera teirra umfatandi CD-leksikon enn einaferð. Við nýggju útgávuni staðfesta teir veruliga teirra støðu sum besta og við tíðini einasta elektroniska multimedia leksikon í Danmark. Og inntil altjóða encyklopædi'in hjá Gyldendal einaferð í næstu øld kemur á marknaðin í einari ella aðrari elektroniskari útgávu, sær ikki út sum at teir fáa kapping frá aðrari danskari síðu. Fyri og ímóti Nógv gott ksnn sigast um góðu gomlu prentaðu leksikon'ini. Tey eru sum regul skjót at blaða upp í, og tað er eisini nógv fittligari at lesa á pappíri heldur enn at stara inn í ein skíggja, men CD útgávurnar hava kortini eina røð av sannførandi fyrimunum. Fyrst og fremst er tað prísurin. Meturvís av hillaplássi er savnað á einari lítlari rundari plátu fyri væl undir túsund krónur. Hugsa um, at eitt leksikon fyri nøkrum árum síðani var ein íløga fyri lívið. CD útgávur eru eisini nógv betri dagførdar, partvís orsakað av stuttari framleiðslutíð, partvís tí vit nú um internetið kunnu dagføra tær sjálvi. Eisini ger tøknin tað møguligt at fara meiri í djúpdina við einum evni enn møguligt er við prentaðu útgávunum. Við hyperlopi, har ein sera skjótt kemur runt í leksikon'inum, ber skjótt til at granska eitt evni gjølla, og video og ljóð førir eisini nærri veruleikanum enn bert tekstur ger. Tað er trupult at hoyra fuglasang í prentaða tekstinum, og tað er lættari at skilja prinsippini í kyknubýti, tá ein sær tað á video. Undirhald Hvussu nýtir Lademann so møguleikarnar. Ikki so galið, men tað kann saktans eisini verða betri. Tað er fyrst og fremst eitt undirhaldandi verk. Við tíðarlinjum og førdum túrum ber til at koma vítt um. Tað eru í alt 15 túrar við útvaldum evnum sum til dømis danskir filmar og sjónleikarar ella jazzur. Feilurin frá í fjør er her rættaður. Til ber nú at steðga túrinum uttan at skula byrja umaftur, tá vit vilja víðari. Og spurnarkappingin hevur fingið ein lítlabeiggja til ung og børn. Alt hongur samanum tikið væl saman, men er kortini ikki altíð líka væl nýtiligt. Allar greinar um eitt ávíst evni eru savnaðar á einum yvirliti. Hugskotið virkar væl sum smáar hondbøkur um hetta og hatta, men treingir til eina gjølliga yvirháling. Alt ov nógvar einkisigandi greinar eru við á yvirlitinum. Ov lítið Og síðani er tað multimedia elementini við teimum mongu møguleikunum. Her er Lademann eitt vónbrot. Bert 56 av teimum í alt 86.445 greinunum eru myndlagdar við video og bert ein av 30 eru við myndum. Og myndagóðskan er væl verri enn vit kenna frá prentaðu útgávuni. So tað er framvegis orsøk av gleða seg til DVD útgávuna, ið hevur pláss fyri nógv meiri. Vónandi kemur hon, tí sum nú er, er 98 útgávan ikki nøkur serliga umfatandi uppdatering. Tað eru bert um 1500 nýggjar greinar, og multimedia elementið er sum nevnt einki at rópa hurrá fyri. Um ein hevur eina eldri útgávu eru ongar átrokandi orsøkir at uppgradera. Fakta Lademanns Multimedia Leksikon '98 setur ikki stór krøv til telduna. Ein 486/33 við Windows 3.1 og 8 MB RAM skuldi verið nóg mikið. Til ber at uppgradera eina gamla útgávu fyri umleið hálvan prís, um ein letur gomlu CD'ina inn. Tekstmaskinan Skriftin á skíggjanum Tað er trupult at gera sína egnu skrift, men her eru nøkur forrit, ið gera tað lættari Tað er við skriftum sum við fiski. Nógv sløg eru til, men vit nýta bert eini tvey-trý. Og tað er í grundini spell, tí eins og við hondskrift okkara kunnu vit gera leggja okkara samleika í prentaðan tekst við at nýta ávísar skriftir. Tey flestu grafikkforritini og tekstviðgerðarforritini fáast við hópinum av skriftum, sum nøkta tørvin hjá teimum flestu, men kundi ein hugs sær sína heilt egnu skrift, so finnast ráð fyri tí. Forritini FontChameleon og Type Tool eru tvey ógvuliga ymisk amboð til júst hetta. Tey kunnu downloadast í eitt demo frá Internetinum frá adressuni www. prosoft.dk. Forritini er rættiliga dýr, og tíverri ber bert til at redigera og ikki at goyma tað, ein ger. Fyri tey ídnu FontChameleon er tað lættara at nýta. Við tí ber lættliga til at broyta nærum allar skriftir. Tú velur eina skrift og skal so bert flyta nakrar skjótiknøttar fyri at fáa bókstavirnar bæði at hella eitt sindur meiri, gera teir tjúkkri, seta teir tættari saman ella at broyta x-hæddina. X-hæddin er tann parturin av bókstavinum, sum røkkur upp um kroppin. Bókstavirnir x og s gera ikki, meðan k og l gera. Til ber eisini at blanda saman tvær skriftir og á tann hátt fáa sína egnu. Type Tool er nógv truplari at nýta, men við tí ber í størri mun til at gera egnar skriftir Hvør bókstavur er uppbygdur av eini røð av formlum, ið avgera hvussu linjurnar eru, og tær verða redigeraðar á sama hátt sum ein strikutekning verður redigera í einum tekniforriti. Hetta er trupult og gerst ikki lættari av, at hvør bókstavur skal redigerast fyri seg. So hetta er veruliga eitt arbeiði fyri tey ídnu. Jan Müller Húklið trívist - ja, í besta blóma TEIR politisku flokkarnir hava seinastu vikurnar kunngjørt, hvussu sjálvstýrissinnaðir ella loysingarsinnaðir teir eru. Í SEINASTU viku kundu flokkarnir so prógva, hvussu búnir teir vóru at átaka heimastýrinum fleiri skyldur, men tá avtornaði var ein meiriluti ímóti at yvirtaka fólkakirkjuna. Sjálvandi ber til at vera sjálvstýris- ella loysingarsinnaður og kortini atkvøða ímóti at yvirtaka donsku kirkjuna í Føroyum, tí aðrar orsøkir - t.d. fíggjarligar - tala ímóti tí í løtuni. KORTINI kann ikki annað enn ásannast, at henda avgerðin í tinginum stendur í ramari andsøgn til alt sjálvstýrisprátið í seinastuni, men hetta er kanska ikki annað enn >>prát<>goggu-tónleik<< og her hava vit dansað mangan >>sjelara<<. Nógv hjørtu hava titað og mangt kærleiksbandið man vera knýtt. HER eru mong kend skaldaorð søgd á palli - leikir eftir Shakespeare, Wilde, Williami ella Valdemar - og her hevur mangur sjónleikaraspíri fingið høvi at royna seg. Og allir filmirnir vit hava sæð í Sjónleikarhúsinum... SJÓNLEIKARHÚSIÐ hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri ikki bara havnarfólk, men fyri flest allar føroyingar. Og tað átti Tórshavnar býráð at kunna takka felagnum fyri við eini veruligari gávu. At geva felagnum ein kekk við 5000 krónum er ein so stór skomm, at tað hevði verið betur ógjørt. Men hvat, henda upphæddin er jú helvtin av tí, sum føroyameistarin í fótbólti fekk í fjør, so tað er helst í samljóði við okkara mentanarpolitikk! Teldunýtt Digitalt myndatól Digital myndatól eru á veg at yvirtaka plássið hjá vanligu myndatólunum, men prísurin er framvegis ov høgur til veruliga at hótta gomlu tólini. Men nú lækkar Epson prísin á teirra PhotoPC 600 tólum, ið hava ein sera høgan upploysning uppá 1024x 768 punktir. Prísurin fellur umleið 1000 kr., so hann kemur niður um 6.000 krónur. Ókeypis Netscape Eftir at hava kravt pening fyri teirra browsara, Netscape Navigator, hevur Netscape nú avgjørt, at hann aftur skal vera ókeypis at nýta. Teir hava sjálvandi verið trýstir av, at Microsoft gevur sín Internet Explorer burtur, men nógv bendir nú á, at Netscape Nacigator eisini frameftir fer at vera ókeypis. Compaq's ár Compaq er vorðið heimsins størsti framleiðari av pc'arum við einum umsetningi uppá knappliga 200 milliardir krónur í 1997 og einum yvirskoti uppá næstan 15 milliardir. Ein av grundunum til stóra vøksturin er, at Compaq var ein av teimum fyrstu fyritøkunum at lata merkisvøru teldur til ein lágan prís. Teir eru nú langt framman fyri IBM á PC-umráðnum. Men samlaði umsetningurin hjá IBM er tó framvegis nógv størri, nevniliga meiri enn 700 milliardir. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið$ Veðrið í dag: Hvassur vindur av útsynningi og vestri, men út á dagin minkar hann vindin niður í stívt andøvsgul. Sirm av og á og hitin millum 5 og 10 stig. Veðrið hósdagin og fríggjadagin: Sum frálíður hvassur vindur av suðri og landsynningi og stundum regn. Seinni støkkur hann vesturum til útsynning og minkar vindin nakað. Hitin fellur niður í 3 til 7 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagn: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og framvegis regn ella ælingur av og á. Hitin millum 2 og 5 stig. Í gjár: Millum eitt lágtrýst, 985 hPa. á Norðurlandinum og eitt hátrýst, 1035 hPa. sunnanfyri Bretsku Oyggjarnar rekur lýggj og slavin luft av útsynningi móti Føroyum. Í dag: Fleiri lágtrýst fara komandi dagarnar framvið Føroyum norðanfyri av vestri, og tey vilja framvegis geva óstøðugt og slavið veður í Føroyum. Listarframsýning í Smiðjuni Fríggjadagin letur ein listarframsýning upp í smiðjuni. Tað er violinisturin Kanny Sambleben, sum sýnir fram nakrar av teimum mongu myndunum, hann hevur málað tey seinastu árini. At mála og tekna hevur verið ítriv hansara í nógv ár, men hann hevur ongantíð sýnt nakað fram alment. Framsýningin letur upp fríggjadagin kl. 16 og er opin til kl. 19. Klokkan 17 fer Tórshavnar strúkikvartett at spæla tónleik. Hesaferð eitt verk eftir Telemann: Concerto Polacca. Leygardag og sunnudag er opið kl. 14-19. Hósdagur 19. februar 1998 jan muller jan@sosialurin.fo Vinnunevndin gjørt eitt gott arbeiði Eg haldi talan sum heild er um skilagóðar broytingar, sum ein samd Vinnunevnd hevur gjørt í uppskotinum til oljulóggávu. Tað er kanska ein styrki fyri allar partar, at bæði landsstýrið og løgting eru samd um, hvørjar útbjóðingar skulu gerast. At allar tænastur og vøru skulu yvir føroyska bryggjukant er eisini í lagi. Løgtingið fer í dag undir 2. viðgerð av uppskotinum til kolvetnislóg fyri Føroyar. Málið varð til 1. viðgerð í november í fjør og hevur síðani tá verið til viðgerðar í vinnunevndini, sum nú í breiðari semju hevur latið tinginum álit í málinum. Broytingar Nakrar broytingar eru gjørdar í mun til upprunaliga uppskotið. Tað bygdi so í mestan mun á frágreiðingina hjá Oljuráðleggingarnevndini, sum hevur arbeitt við hesum málinum í fleiri ár. Millum broytingarnar eru m.a. at allar vørur og tænastur, sum hava samband við leiting á føroyskum øki, skulu veitast yvir føroyska keikant ella flogvøll. Ein onnur broyting er, at løgtingið skal samtykkja við lóg útboðsøkini og tær vanligu treytirnar, sum landsstýrið tekur stig til. Tvs. at landsstýrið kann als ikki bjóða øki út til oljufeløg, uttan at hesi fyrst eru góðtikin av løgtinginum. Uppskotið hjá landsstýrinum var, at løgtingið skuldi bara fáa eina frágreiðingin frammanundan, hvørji øki verða boðin út. Uppskot var eisini at hava ein sokallaðan "open door" politikk. Hetta kann ein eisini hava, men tað treytar so, at løgtingið hevur samtykt, at tað økið skal vera "open door". Men ikki at løgtingið tá skal leggja seg út í smálutir. Herólvur Joensen, leiðari á oljufyrisitingini sigur við Sosialin, at tær broytingar, sum Vinnunevndin leggur upp til, í nógvum førum eru rættiliga skilagóðar. Er tað so, at løgtingið vil sleppa at góðtaka økini, sum boðin eru út og tær almennu treytirnar, so er hetta gjørt uppá ein sera skilagóðan máta. Merkir tað so eisini, at løgtingið í næstu fasu fer at loyva fyrisitingini so mikið víðar karmar, at ein kann hava samráðingar við olufeløg o.o. uppá ein skilagóðan máta, so nýtist tað ikki at vera verri, at tað er samtykt við lóg, hvørji øki skulu bjóðast út og hvørjar standardtreytir skulu verða galdandi. Tað verður kanska tvørturímóti ein styrki. Við at nakað verður samtykt við lóg, so er tað alt tað samlaða almenna sytemið, sum er samt. Hvat viðvíkur broytingini um, at tað skal við í lógina um, at alt skal yvir føroyskan keikant, sigur Herólvur Joensen, at teir upprunaliga, at hetta var ikki neyðugt, tí tað kanska gjørdi lógina minni liðiliga. Hinvegin er kravið ikki annað enn tað, sum oljuráðleggingarnevndin í grundini mælir til, at ein skal gera í loyvinum. Nú verður hetta so bara flutt eitt støði upp í sjálva lógina. Tá tað so samtíðis verður givin ein undantaksheimild í serligum førum, so haldi eg, at tað eigur at bera skipanina. Oljufeløg positiv Uppá fyrispurning um oljufeløgini kunnu kenna hetta sum nakra forðing, sigur leiðarin á Oljufyrisitingini, at almennu fráboðaninar frá oljufeløgunum eru tær, at tað er líkamikið fyri tey, tí tey vilja arbeiða út frá Føroyum kortini. Tað einasta, sum kanska er eitt sindur óvist, er spurningurin um, hvar tú veitir undantøk og ikki. Tað kundi kanska verið ynskiligt, at tað varð meira nágreiniliga orðað í lógini um bryggjukant, nær ein kann gera undantøk, at fyrisitingin fekk eina betri vegleiðing um, nær slík undantøk kunnu gerast. Tað verður sagt, at hetta er í serligum førum og eitt dømi verður brúkt, og tað er, tá heilir pallar skulu inn á øki. Herólvur Joensen spyr, hvussu ein skal fyrihalda sær, tá talan er um eina palleind. Um ein partur av einum palli verður framleiddur í útlandinum, skal hann so á land í Føroyum! Oljupolitiskt orðaskifti Hvat øðrum broytingum viðvíkur sigur Herólvur Joensen, at her er so tað nýggja við, at tað skal vera eitt oljupolitiskt orðaskifti annaðhvørt ár. Tað verður so sett beinleiðis upp í lógina. -Tað kann sjálvani lasta fyrisitingina, um hon skal koma við einum áliti upp undir einum slíkum orðaskifti, men eg trúgvi ikki, at nakar kann hava nakað ímóti tí. Herólvur Joensen heldur annars, at mátin, sum Vinnunevndin hevur gjørt álitið uppá, er umsitingarliga at liva við. Leiðarin á Oljufyrisitingini er sum heild nøgdur við viðgerðina av oljulóggávuni. Hóast tað hevur tikið tíð, so heldur hann hetta vera rætta mátan. -Vit hava alla tíðina sagt, at tingmenn skulu taka sær neyðugu tíðina og er tað ein samd vinnunevnd, sum kemur við hesum, so signalerar ta styrki meira enn nakað annað. Útbjóðing seinni í ár Sum leiðari av Oljufyrisitingini er Herólvur Joensen kanska ein av teimum mest "útsettu", tá talan er um fyrsta útbjóðingarumfarið í føroyskum øki. Vit spurdu hann, hvat tað hevur at siga, at útbjóðingin er nakað seinkað. Vit eru øll greið yvir, at tað er eitt sindur óheppið at skula útseta nakað, tí oljufeløgini hava brúkt nógvar pengar uppá fyrireikingar. Men hinvegin haldi eg vit hava alla tíðina spælt við opnum kortum yvir fyri oljufeløgunum. Vit hava alla tíðina verið ærligir og sagt, at vit eru í eini samráðingarstøðu við Bretland um mark, sum ger, at vit fáa ikki farið út og víst á ein ávísan dag fyri útbjóðingini. Herólvur Joensen sigur, at tað liggja nakrar avgerðir, sum mugu vigast upp móti hvørjari aðrari. -Løgmaður hevur eisini greitt sagt frá, hvat hann raðfestir fremri av hesum báðum. Hetta vita oljufeløgini, og tey flestu vísa eisini hesum respekt. Herólvur Joensen sigur, at tað verður miðjað móti at hava eina útbjóðing í seinnu hálvu av hesum árinum. Tað merkir, at fyrstu loyvini verða ikki latin oljufeløgunum fyrr enn á vári í 99. Sær hann ein vanda fyri, at oljufeløgini orsakað av seinkingini og tí sera lága oljuprísinum kanska fara at missa áhugan fyri tí føroyska økinum! Oljuprísurin er nakað, sum ein støðugt má hava við í tonkunum, og tað hava vit eisini. Men higartil hava oljufeløgini, sum vit hava samband við, ikki signalerað, at tey fara at taka seg úr økinum. Tey hava víst á generella tendensin, at ein minkar um leiting, tá prísurin er lágur, men ikki nakað ítøkiligt av tí slagnum. Kanska heldur tvørturímóti halda fleiri oljufeløg, at lági prísurin fer ikki at standa leingi við aftrat. Kann lági oljuprísurin, um hann stendur við, ikki heilt broyta fortreytirnar undir tí komandi føroyska skattapolitikkkinum! Tað er ilt at meta um. Men tað verður helst eisini ein spurningur um , hvar vit seta skattasatsirnar. Skulu vit t.d. hava ein serligan oljuskatt aftrat okkara partafelagsskatti osfr. Hetta er nakað ein ein má rokna eitt sindur uppá av nýggjum, áðrenn skattauppskotið verður gjørt liðugt. Uppá fyrispurning um vit føroyingar eru tilreiðar og hava neyðugu ekspertisuna at gera skattalógir ol. sum kunnu verða eitt hóskandi mótspæl til tað, sum stóru multinationalu oljufeløgini fara at spæla út við sigur Herólvur Joensen, at hetta sjálvandi er ilt at meta um. Út frá einum almennum sjónarmiði kann sigast, at tað møguliga er brúk fyri at økja um førleikan á ymiskum stigum og pørtum av umsitingini tað verið seg í oljuumsitingini, í skattaumsitingini, í umhvørvisumsitingini osfr. Tað verður arbeitt á hesum økjum at økja um henda førleika. Hvat sigur leiðarin á Oljufyrisitingini til tað orðaskiftið, sum hevur tikið seg upp um privat og almenn oljufeløg? Eg kann bert vísa á, at tann almenni politikkurin er tann sami, sum vit hava signalerað alla tíðina. At málið hjá Føroyum og føroyskum myndugleikum er at fáa skapt eitt oljuumhvørvi, sum er merkt av kapping, og at vit vilja hava nógv og góð og sterk oljufeløg inn á føroyskt øki at leita eftir olju. Hinvegin er tað eisini eitt greitt moment í arbeiðinum hjá bæði landsstýrinum og hjá løgtinginum, at ein vil hava ein ágóða til føroyska samfelagið tvs. at ein ella annar háttur fyri føroyska luttøku vil ein frøða seg um frá føroyskari síðu. Herólvur Joensen vísir á, at tann luttøkan kann so aftur fremjast uppá nógvar ymiskar mátar. Tað nýtist ikki at vera beinleiðis luttøka í einum oljufelag. Tað kann eisini vera keyp av vørum og tænastum frá føroyskum fyritøkum, tað kann vera upplæring av føroyingum fyri at luttaka í øllum stigum í oljuvinnuni. Hann hevur annars ongar viðmerkingar til tað almenna oljufelagið, sum talan hevur verið um. Tað situr ein nevnd og arbeiðir við tí. Áhugin stórur Herólvur Joensen sigur, at áhugin millum oljufeløg fyri at leita á føroyska økinum framvegis er stórur. Talan er helst um eini 25 til 30 oljufeløg, sum sýna Føroyum áhuga. Áki Bertholdsen Fingu skattalætta í januar men missa arbeiðið í mars Norðstreymoyar Javnaðarfelag ger nú vart við seg og mótmælir, at John Petersen tekur lívsgrundarlagið undan Vestmenningum Hetta er so mótsigandi, at vit skilja einki av hesum: í Januar mánaða gav Anfinn Kallsberg fiskimonnum skattalætta. Í Mars mánaða tekur partamaður hansara, John Petersen, arbeiðið frá fiskimonnum..... Nú eru tey politisku feløgini so smátt farin at gera vart við seg ímóti ætlanini hjá Landsstýrinum at taka íløgustuðulin av nú 1. mars. Fyrst at gera vart við seg var Norðstreymoyar Javnaðarfelag, men tað frættist, at onnur feløg eisini eru farin at ressast og fara væntandi at mótmæla ætlanini. Tað er serliga í teimum plássum, sum verða meinast rakt av at íløgustuðulin verður tikin burtur, at fólk eru farin at gera vart við seg. T.d. hava í Sosialinum víst á, hvussu vanlukkuligar avleiðingar tað fer at fáa fyri Suðuroynna, har tað fer at kosta einum 350 fólkum arbeiðið, um djúpvatnstrolararnir missa tað góðu milliónina, teir fáa í part í íløgustuðuli um árið. Men eisini í Vestmanna og í Lorvík fer tað at svíða fast, tí har standa og fella bátarnir, sum eru høvuðsgrundarlagið undir fiskivinnuni í teimum plássunum, við íløgutstuðulinum.Felags fyri øll er, at sagt verður, at fáa bátarnir íløgustuðul í trý-fimm ár afturat, er sloppið um tað ringasta, og so klára teir seg sjálvir. Hinvegin hava teir ongan møguleika at standa seg sum er. Teir stóru trolarararnir fáa eina góða millión í part í íløgustuðuli, men víst verður á, at hetta er ein stuðul, sum er samfelagsgagnligur, tí skipini kasta nógv meiri av sær í seinna endanum, enn tey fáa í stuðuli í fyrra endanum. Jarðleggja lívsgrundarlagið Tað hevur leingi verið greitt, at íløgustuðulin fór at fella burtur 1. mars í ár. Men tað er ikki fyrrenn nú, knappar 14 dagar fyri evstamark, at fólk eru farin at ressast ímóti ætlanini Og fyrsta, politiska felagið at leggja kortini á borðið er Norðstreymoyar Javnaðarfelag, sum vil góðtaka, at John Petersen tekur lívsgrundarlagið undan allari Vestmannabygd við einum pennastroki. -Hetta er so margháttligt og sjálvmótsigandi, at vit skilja t að ikki, sigur Birgir Waag Høgnesen, nevndarlimur í felagnum. - Í fjør brúkti Anfinn Kallsberg nógva tíð, og nógva orku uppá at snikka eina skipan til, sum gav fiskimonnum skattalætta frá 1. januar í ár. Men samstundis tekur partamaður hansara í Tinganesi, arbeiðið frá fiskimonnum við einum pennastroki við at taka íløgustuðulin av frá 1. mars. Eitt ræðuligt bakkast Javnaðarfelagið í Norðstreymoy sigur at verður íløgustuðulin tikin av nú, sum ætlað, verður tað eitt ræðuligt bakkast fyri vestmenningar. - Skattaprosetið er í topp og verður íløgustuðulin skryktur burtur í einum, eru eingi útlit fyri, at tað kann lækka í bræði. Javnaðarfólk í Vestmanna siga, at ongin hevði hugsað sær, at íløgustuðulin skuldi verið í gildi í allar ævir. - Men tað verður ein vanlukka at taka hann av nú í einum, heldur enn at lata hann halda fram í eini trý-fimm ár afturat, men at lækka hann so líðandi hesi árini, tí tað tola skipini og klára at laga seg til eina nýggja skipan. Eini 30 húski Norðstreymoyar Javnaðarfelag sigur, at í Vestmanna eru tríggir lemmatrolarar, sum fáa íløgustuðul, og at tað sigur seg sjálvt, at stuðulin má ómøguligt skrykkjast burtur í einum. - Vit tosa um eini 30 húski, sum eru beinleiðis knýtt at hesum trimum trolarunum. Og hartil skal teljast alt arbeiðsfólkið á virkjunum, teir avreiða til og tey eru heldur ikki so fá. - Tvs, at vit tosa um eina heila bygd, sum er á veg ú í eitt arbeiðsloysi, sum kanska verður verri enn tað var nakrastaðni í 1993. Og tað má John Petersen ikki sleppa at tveita okkum í. Á landsfundi Javnaðarfloksins í Trongisvági í november í fjør samtykti flokkurin at rættast var, at fiskurin kemur upp á land at verða virkaður. - Vit í Norðstreymoyar Javnaðarfelag skilja hetta eisini sum eina áheitan á fiskimálaráðharran um at bera so í bandi, at íløgustulin verður minkaður so líðandi, so at tað merkist sum minst, at hann fellur burtur. - Tað skal í hvussu so er standa fast, at vit í Norðstreymoy fara ikki at gloyma tað beistagerð tað er, um John Petersen sleppur at skrykkja lívsgrundarlagið undan vinnuliga krumtappinum í Vestmanna, ljóða útgangsorðini hjá Vestmanna Javnaðarfelag. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Teir gomlu partrolararnir klára seg betur enn teir nýggju Tað er niðurstøðan í eini kanning sum Grannskoðarafelagið hevur gjørt av einum stórum parti av partrolaraflotanum. Teir hava kannað roknskapirnar hjá 28 av teimum 33 partrolarunum í føroyska flotanum og kanningin vísir, at hóast skipini eru gomul og slitin, so eru tey tann mest effektivi parturin av partrolaraflotanum Tað hevur verið nógv tosað um stuðul til fiskiskipini í longri tíð, og málið er serliga aktuelt nú íløgustuðulin fellur burtur 1. mars. Í Suðuroy siga teir seg fáa stórar trupulleikar um stuðulin verður avtikin. Teir siga at vandi er fyri, at uml. 350 arbeiðspláss hvørva, um ikki ein onnur stuðulsskipan verður gjørd. Landsstýrið hevur sagt, at teir arbeiða við ymsum ætlanum. John Petersen, landsstýrismaður, segði fyri kortum at nýggja stuðulslóggávan skal beinast tann vegin, at stuðulin fer til at endurnýggja flotan og ikki til at lappa uppá tað gamla. Osmundur Justinussen, reiðari á Stjørnuni og Polarhav, segði við Sosialin í gjár, at verður íløgustuðulin avtikin, so er stórt sæð ómøguligt at reka skipini víðari. Hann segði eisini, at hann so verður noyddur at umhugsa at sleppa sær við skipini. Í Vestmanna er sama skil. Dánjal Jacobsen, reiðari á Vesturbúgvanum, sigur, at møguleikarnir fyri at reka bátin víðari eru smáir, fyri ikki at siga heilt ongir. Gomlu skipini klára seg betur Tað er tí ein sera áhugaverd kanning sum Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe almannakunngjørdi í gjár. Teir hava kannað 28 teimum av 33 partrolarum í føroyska flotanum og eru komnir til tað niðurstøðu, at teir gomlu partrolararnir fíggjarliga klára seg betur enn teir nýggju. Grannskoðarafelagið hevur samanfatað eina niðurstøðu í trimum punktum, og tað teir hava fingið burtur úr er, at -tann elsti parturin av flotanum er tann, sum økonomiskt er mest effektivur -teir smærru trolararnir eru økonomiskt effektivari enn teir størru -meginparturin av studninginum í 1996 varð latin teimum nýggjaru trolarunum og størru skipunum, tvs tí minst økonom-iskt effektiva partinum av flotanum Roknskapir vísa sostatt ikki, at nýggj, stór og nýmótans skip eru effektivari enn tey gomlu sæð frá einum búskaparligum sjónarmiði; tað er heldur tvørturímóti. Grannskoðarafelagið sigur í tíðindabrævinum, at tað sigur seg sjálvt, at tað er mark fyri, hvussu leingi eitt skip kann halda fram við at sigla, men við góðari røkt og ábótum, kann tann mekaniska livitíðin eftir øllum at døma verða longd. Í longdini er neyðugt at endurnýggja flotan, men ein umfatandi kanning eigur at gerast av økonomiska effektivitetinum fyri allar partar av flotanum, áðrenn støða verður tikin til, um stuðul skal veitast til eina endurnýgging, og hvussu hetta skal gerast, sigur Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe. Fiska meir fyri minni Tað eru 33 partrolarar í føroyska fiskiflotanum, og av teimum eru tveir triðingar millum 18 og 37 ára gamlir, meðan bert 4 av 33 bátum eru yngri enn 8 ár. Í talvu 1 hevur Grannskoðarafelagið sett upp veiðinøgd og søluvirði, og tað sum greitt kemur fram er, at teir nýggjaru trolararnir fáa meira fisk, men søluvirðið er lægri. Teir 4 partrolararnir sum eru yngri enn 8 ár fiskaðu uml. ein fjórðing av teimum 35.464 tonsunum partrolararnir fingu í 1996, men teir fingu bert 4,06 kr. í miðal fyri kg.. Miðalavreiðingarprísurin fyri allan partrolaraflotan var 5,44 kr./kg. Teir bátarnir sum fingu mest burturúr veiðini vóru teir sum eru eldri enn 18 ár. Teir millum 18 og 27 ár fingu 6,08 kr. fyri kg og teir sum eru millum 28 og 37 ár fingu 5,99 kr. fyri kg. Tað, at teir gomlu trolararnir fáa mest fyri veiðina sæst eisini aftur á úrslitinum. Talva 2 vísir eina uppstilling yvir rakstrartølini fyri skipini. Her er bert talan um 28 av teimum 33 partrolarunum. Tað er tann parturin av roknskapunum sum Grannskoðarafelagið hevur havt møguleika at kannað. Í talvu 2 síggja vit, at teir >>gomlu<< trolararnir hava tað besta rakstrarúrslitið áðrenn stuðul, samstundis sum hesir trolararnir hava klára sínar skyldur. Renturnar og avskrivingarnar hjá teimum gomlu trolarunum eru nógv lægri enn tær eru hjá teimum nýggju trolarunum, og tað spælir sjálvandi inn. Sambært talvu 2, so síggja vit, at tað eru teir 8-17 ára gomlu trolararnir sum hava besta úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar; 1,16 kr. pr. kg. ráfisk. Samstundis eru tað hesir trolararnir sum hava mestu rentuna og størstu avskrivingarnar pr. kg. ráfisk, nevniliga 1,11. Tað vil siga, at tað akkurát melur runt, fáa teir ikki stuðul. Teir minstu klára seg best Verður uppbýtið gjørt eftir maskinorku, so sigur kanningin, at tað eru teir minstu trolararnir sum klára seg best. Teir hava 0,82 kr. pr. kg. ráfisk eftir áðrenn rentur og avskrivingar. Aftaná rentur og avskrivingar eru 0,39 kr. pr. kg. ráfisk eftir. Og tá er ongin stuðul íroknaður. Teir størru trolararnir hava tað truplari. Partrolarar við maskinorku millum 851-1000 HK hava -0,10 kr. pr. kg. ráfisk eftir áðrenn rentur og avskrivingar, so her restar í. Um skuldina hjá partrolarunum, sigur Grannskoðarafelagið at samlaða skuldin hjá teimum 33 partrolarunum í 1996 var 135 mió. kr. Hetta svarar til eina miðalskuld uppá 4,8 mió kr. Tann sum hevði størsta skuld, skyldaði 18 mió. kr., meðan tann sum skyldaði minst, hevði eina skuld upp á 1 mió. kr. Eginognin hjá partrolarunum var í 1996 uml. 40 mió. kr. og tað svarar til sløk 23%. Grannskoðarafelagið sigur at enda, at ein eginpeningur av hesi stødd neyvan kann sigast at vera nøktandi í einum flota við einum miðalaldri upp á 23 ár. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Politikkur skapar onga mentan í sjálvum sær ­ Eg veit væl, at tað er trúttað niður í okkum, at vit eru so gestablíð. Tað er ein dygd at vera fólkaligur og siðiligur, men vit skulu dekan í fari ikki góðtaka alt. Nú mugu føroyingar sleppa sær undan skjúrtuvelinum hjá dønum, sigur Eyðun Johannessen m.a. í samrøðuni, sum snýr seg um mentan, bankagølur og politik - og aftur mentan Tá tosað verður um føroyskan sjónleik, er torført at sleppa uttan um Eyðun Johannessen og hansara leiklut at menna føroyska leiklist. Hann er í løtuni í Føroyum og setir upp sjónleikin >>Ein Jóansøkunátt<<, eftir Shakespeare, sum Leikpallur Føroya ella >>Gríma<< setur upp. Hetta er samstundis føðingardagsgávan til áskoðararnar frá leikbólkinum, sum Eyðun Johannessen stovnaði fyri 20 árum síðan. Sum aftursvar til tað, sum sagt verður um hansara leiklut at menna leiklistina í Føroyum, sigur Eyðun Johannesen, at hansara arbeiði bygggir víðari á tað, sum undangongufólk hansara løgdu lunnar undir. Teir gomlu løgdu lunnarnar Tað, sum gav mær áhuga fyri sjónleiki, var arbeiðið hjá teimum, sum fingust við sjónleik aftaná seinna heimsbardaga. Undir krígnum tóku bretar Sjónleikarhúsið, og eingin sjónleikur var hesi árini. Kortini sótu sjónleikaráhugað ikki fyri einki. Tey stovnaðu lesiklubbar, og tað var ikki lættisoppalestur. ­ Har vóru teir stóru leikritahøvundar tiknir fram og viðgjørdir. Eitt nú Ibsen, Maxim Gorki og Strindberg, bert fyri at nevna dømi. ­ Eg búði í grannalagnum við Sjónleikarhúsið, og varð, sum 14 ára gamal, biðin um at vera við í einum Strindberg leiki. Hetta var í 1953, og vit fingu ein íslendskan leikstjóra, sigur Eyðun Johannessen. Fór niður at læra Eyðun Johannessen fekk hug at gera meira við sjónleikin og fór undir sjónleikararbúgving í Danmark. Hann hugsaði ikki um tvørleikar í hesum yrki, men fór eldhugaður til verka. ­ Tá eg kom heim aftur fyrst í sekstiárunum, hómaðu vit framburð. ­ Heimurin hevði fingið mótið aftur eftir krígsárini, og tað smittaði eisini av uppá okkum í Føroyum. Vit endurskoðaðu og ruddaðu upp í Sjónleikarhúsinum, men virksemið kundi ikki førast víðari, undir teimum umstøðum, sum sjónleikurin tá hevði. Eg kravdi eitt nú, at vit vandu hvørt kvøld. Tað gjørdu vit ikki í 50 árunum, tá fólk høvdu sjónleik sum frítíðarítriv, sigur Eyðun Johannessen. Hann fór tí undir at skipa fyri dramaskeið fyri ungdómin, tí tey høvdu betri stundir enn tey tilkomnu. Íblástur í 60 árunum Tað førdi til, at vit kundu seta einar tríggjar - fýra leikir upp árliga. Eg arbeiddi við teimum ungu og teimum eldru fyri seg, men eisini blandað. Tað skapti ein íblástur, samstundis sum at arbeiðið í Sjónleikarhúsinum varð meira støðugt í sekstiárunum. ­ Hvør er munurin at arbeiða við Grímu í dag og fyri 20 árum síðani? ­ Tað er ein himmalsins munur. Í dag hava vit góðar umstøður. Vit hava útbúgvið fólk innan sjónleik, og aðrir leikarar, sum hava lært í lívsins skúla. Vit hava pening, sum gevur okkum møguleika at arbeiða miðvíst hvønn dag, sigur Eyðun og minnist aftur á tíðirnar í sekstiárunum, tá hann umframt at leikstjórna, skuldi taka sær av pallsmíði, ljósum, búnum o.s.fr.. Í dag skal eg bert leikstjórna, tí vit hava fólk til ymsu uppgávurnar. Ert tú nøgdur við framgongdina seinastu 20 árini? ­ Fyri 20 árum síðan vildi eg royna at skapa leiklistini umstøður. Eg helt, at tað átti at borið til at liva av sjónleiki. Tað var eisini nyeðugt, um leiklistin skuldi mennast, sigur leikstjórin. Hann heldur, at tað hevur gingið upp og niður hesi árini, men at framgongdin er stór. Tungur jassur Bert tað, at leikararnir seta sær fyri at fara undir so tungan jass sum Shakespeare, vísir, at sjónleikur er komið á eitt ávíst støði. Hesin leikur krevur fortreytir, og tær eru avgjørt til staðar. ­ Áður hevði eg eina kenslu av, at eg var lokomotivið, men nú >>Gríma<< hevði sett sær fyri at framføra Shakespeare, og heittu á meg, játtaði eg fegin. Arbeiði mítt her og í leikhúsi í Danmark, er tað sama. Tú hevur arbeitt í Danmark í 20 ár. Hvussu kennist tað at vera føroyingur í Danmark, nú viðurskiftini eru so vánalig? Persónliga havi eg kenslu av, at eg eri føroyingur, sum búgvi og arbeiði í Danmark. Bankagølan Hetta rokið millum londini, sum bankagølan hevur sett í gongd, hevur ikki darvað mær í mínum arbeiði. Als ikki. Eg veri viðfarin sum tann persónur eg eri í mínum arbeiði, og ikki sum føroyingur ella dani. Tað rakar meg kortini persónliga, at slíkt hendir. Eg havi sett meg inn í málið og hevi gjørt mær mínar metingar. Tað undrar meg, at føroyingar fóru so langt, tí vit vistu sjálvi, at tað var logandi galið. So kunnu vit tosa um, hvørt vit hava latið okkum lokkað av útlendskum kapitali, sum ikki var botnur í. Persóni haldi eg, at vit hava verið ov bláoygd, og hava lurtað ov nógv eftir teimum >>klóku<<, uttan mun til um teir vóru føroyingar ella útlendingar, sigur Eyðun J ohannessen. ­ Vit eru ov smásár Í sínum danska arbeiðsumhvørvi tosar hann um hetta, men har hava fólk meira fjølbroyttar áskoðanir enn tær, sum hava verið frammi í Danmark. Tá tey gera gjøldur burturúr tí botnleysa karinum í Føroyum, so verður tað sagt við eina farra av skemti. Tað duga føroyingar ofta ikki at skilja. Tá so er, haldi eg , at føroyingar eru ov smásárir. Tað,sum pínir meg mest, er hvussu okkara egnu málbera seg, og hvussu jánkarsligir teir føra seg fram, sigur Eyðun Johannessen og leggur aftrat, at tað ikki er føroyskir politikarar, sum fáa hann at kenna seg stoltan, av at vera føroyingur. ­ Skilir tú, at føroyingar nú tosa um loysing? Tað skilji eg væl, og eg haldi, at vit nú skulu fara undir eitt veruligt orðaskifti, tí hetta er fyrstu ferð, at so nógvir flokkar vilja endurskoða heimastýrislógina. Tað, at so nógv eru fyri loysing, er gott høvi, eisini fyri at koma burtur úr tí naggatørn sum ræður. Ístaðin fyri at kasta skarn eftir hvør øðrum, áttu vit at tosa um hesi viðurskifti, og hvussu skipanin skal vera í framtíðini. Sum nú er, eru alt ov nógvir leysir endar. Politikararnir hava tagt, tosað og agiterað fyri ella ímóti, men tað er so nógv, sum ikki er komið fram í ljósmála. Upprudding og sjálvstýri Nú er greitt, at um sjálvstýri skal hava nakra meining, so skal ruddast upp. Persónliga haldi eg tað vera uppá hægstu tíð, umvit skulu gera okkum vónir um framtíðina. Serliga nú so nógv nýtt er fyri framman. Eitt nú oljuvinnan og tað, sum er tengt at henni, setir krøv til okkara. Nú mugu føroyingar sleppa sær undan skjúrtuvelinum hjá dønum. Eg veit væl, at tað er trúttað niður í okkum, at vit eru so gestablíð. Tað er ein dygd at vera fólkaligur og og siðiligur, men vit skulu dekan i fari ikki góðtaka alt, men tað krevur mót og áræði, sigur leikstjórin. Spurdur, hvat hann heldur framtíðin hevur at bera føroyingum, mentanarliga og samfelagsliga, sigur Eyðun Johannesen, at um mett verður út frá mentanarligum listaarbeiðinum fyri 100 árum síðan, so er langt á mál. - Tá var mentanin ein partur av fólksligu sjálvstýrisrørsluni, ið tók seg upp um hetta mundið. Fólk fóru undir at málningalist og at yrkja, umseta úr útlendskum, skriva løg, o.s.fr.. Hetta var alt gjørt út frá tjóðskaparligu sannføringini. Fólkið fekk við tíðini eisini føroyskt mál inn í kirkju og skúla og inn í donsku umsitingina við heimastýrisskipanini. Aftaná at Heimastýrislógin varð sett í gildi, haldi eg, at skipanin yvirtekur tjóðskaparrørsluna, sum gjørdist partapolitisk. Mentanarliga arbeiðið, sum var ein breið hugsjón, varð nú umsitin av politisku flokkunum. Mentamál komu nú inn í lóggávuna og tingið skuldi umsita, stuðla og skipa mentanartiltøk. Eitt nú fingu vit listasøvn, bókasøvn o.a. stovnar. Tað merkir, at tað, sum var sprottið úr fólkinum, varð yvirtikið av tí almenna. Í 60 og 70 árunum varð nógv tosað um, hvat politisku flokkarnir vildu við mentanini. Av og á hava verið settar nevndir at gera mentanarálit, men tað hevur higartil fingið sera fáar politiskar avleiðingar. Flokkarnir hava ongantíð tikið støðu til at føra mentanarpolitik, sigur Eyðun Johannessen. Mentanarpolitik, sum livir í nútíðini ­ Hvat heldur tú politisku flokkarnir skulu gera? Um orðaskifti um sjálvstýri ella loysing kemur nú, gevur tað als onga meining, um politisku flokkarnir ikki taka týðiliga støðu til mentanarmál, og hvat skal gerast hesum viðvíkjandi. Ein berandi partur av orðaskiftin um føroyskan mentanarpolitik, eina mentan, sum livir í nútíðini. Har eru føroysku listafólkini ein náttúrligur partur av heildini. Tað er har føroyska gerandismentanin - hjá tær og mær verður speglað gjøgnum ymsu listagreinarnar, sigur Eyðum Johannessen og skoytir uppí: Politikkur skapar onga mentan í sjálvum sær. Manni Høgnesen Hýruvognar í Klaksvík Tríggir bilar í Klaksvík Hýruvognar í Klaksvík Hetta er ein hvítur Opel Kaptain Fø 7136 frá 1963. Hann kostaði 27.600 krónur. Her er hann avmyndaður á kaiini í Klaksví í sambandi við kongavitjanina í 1963, tá Christianskirkjan varð vígd Hvítur Opel Kaptain frá 1966, Fø 7154. Hann kostaði 28.600 krónur og kom til Klaksvíkar á Norðoyastevnu við gamla Roki saman við hvíta Opel Rekord Fø 7554 hjá Ludvík Kjeldnes. Báðir vóru hýruvognar og koyrdu hjá Bilstøðini Hvítur Morris Oxford Fø 1223 hjá Peturi Eliasen, keyptur í 1960. Maðurin á myndini er Olaf Joensen. Myndin er tikin á Oyrarvegnum Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hon skal læra fólk í Vágum at koyra bil Tá hon ikki fekk starvast fulla tíð sum lærari valdi hon at útbúgva seg av nýggjum. Birgit Nattestad í Miðvági er onnur føroyska kvinnan, sum hevur útbúgvið seg sum koyrilærari. Nú fer aftur at bera til at taka koyrikort í Vágum Fyrr í hesum mánaðinum stóð Birgit Nattestad endaligu føroysku royndina sum koyrilærari Fyrr í hesum mánaðinum stóð Jóna Birgit Nattestad í Miðvági endaligu royndina sum koyrilærari, og er hon nú onnur av tveimum føroyskum kvinnum, sum hava prógv sum koyrilærari. Birgit Nattestad er annars útbúgvin skúlalærari, men tá hon fyri nøkrum árum síðani fekk trupulleikar við hondunum, varð mælt henni frá at starvast fulla tíð sum lærari. - Eg helt kortini ikki, at eg skuldi liva sum partvís avlamin av teirri søk, og tí fór eg at kanna, hvat annað eg kundi tikist við - eg vildi finna okkurt, sigur Birgit Nattestad. Tí fann hon upp á at søkja inn á koyrilæraraskúla niðri - og hon slapp inn. At útbúgva seg sum koyrilærari tekur 14 mánaðir, og byrjaði Birgit Nattestad í september 1996. Fyrsti partur á skúlanum er ein forroynd á Politiskúlanum, og hana skalt tú klára fyri at sleppa víðari. Síðan byrjar frálæran í ferðslulóg, teknikki og pedagogikki. Við eini fortíð sum fólkaskúlalærari lá ræðið fyri hjá Birgit Nattestad við tí pedagogiska - og mestu trupulleikarnar hevði hon við tí tekniska, greiðir hon frá. - Men vit hjálptu væl hvør øðrum - eg við tí pedagogiska, og menninir við tí tekniska... Í augustmánaði í fjør byrjaði hon so at koyra við næmingum í Keypmannahavn. Hetta var eitt slag av starvsroynd, har hon koyrdi við einum næmingi saman við einum lærara. Fyri at klára hetta skuldi hon klára fýra rutur. Fyri at fáa prógvið skuldi hon sjálvandi eisini til próvtøku í koyrifrálæru, og var tá ein politimeistari og ein frá danska bileftirlitinum við í bilinum. - Tá skuldi næmingurin hjá mær fyrst koyra við mær sum lærara, og síðani skuldi eg sjálv prógva, at eg var før at koyra bilin, greiðir hon frá. - Tá eg so hevði lokið prógvið í november í fjør, helt eg meg vera lidna, men fyri at kunna starvast sum koyrilærari í Føroyum, so skuldi eg eisini til eina koyriroynd í Føroyum, sigur Birgit, sum nú er klár at søkja um loyvi at virka sum koyrilærari í Føroyum. Birgit Nattestad dylur ikki fyri, at hon hugsar sær at starvast sum koyrilærari í Vágunum, tí har hevur eingin koyrilærari verið í fleiri ár. Í Føroyum eru nú 20 koyrilærarar. Flestu teirra geva bert frálæru til persónbil, men hjá trimum teirra ber umframt til at læra at koyra lastbil og motorsúkklu Føstulávintshald í Vágum Leygardagin komandi skipar Vága Ríðingarfelag fyri stórum føstulávintshaldi vesturi í Sørvági. Byrjað verður klokkan 14:00 við tunnusláttri fyri børnum. Aftaná verður ponyrýðing á Breiðagrasinum. Tunnusláttur fyri vaksin verður klokkan 21:00, har øll áhugað eru vælkomin at dystast. Tunnuslátturin verður skipaður soleiðis, at tríggjar tunnur verða at sláa, eina til hvørja av størstu bygdunum í Vágum. Hesi skulu so kappast um, hvør ið klárar fyrstur at sláa sína tunnu niður. Vinnarin fær steyp. Kl 23:00 byrjar so dansurin við Heygadreingjunum. Tann vakrasta grýlan vinnur eina GJUGG í BORG ferð fyri tvey. Vakrasta grýlan verður funnin klokkan 02:00, siga tey í Vága Ríðingarfelag. Bussur fer úr Sandavági klokkan 20:30 í sambandi við tunnuslátturin Áki Bertholdsen Tvær neyðútgongdir á Smyrli sveisaðar aftur Manningin á Smyrli er ógvuliga ótrygg. Tvær neyðútgongdir eru sveisaðar aftur og tað kann gera skipið til eina deyðsfellu, um illa vil til, siga tey - Kemur sjógvur í skipið á dekkið, so skipið fær slagsíðu, eru vit fangað sum rotturnar í felluni. Tað er tann vissi deyði. Ella kemur eldur í, er ongin vegur út. Tað verður eisini tann vissi deyði. Manningin á okkara størsta strandfaraskipi, Smyrli, er sera ótrygg við viðurskiftini umborð. Fyri einari tíð síðani vórðu tvær neyðutgongdir umborð á Smyrli sveisaðar aftur. Tað fær nógvar av manningini á Smyrli at kalla skipið eina deyðsfellu. Manningin hevur fleiri ferðir gjørt vart við, hvussu ótrygg hon er við tað, sum er hent, men tað er sum at sláa í eina dýnu: Teimum verður ikki ønt aftur. Talan er um tvær neyðútgongdir niðriundir, á dekkinum, at tvær neyðutgongdir eru sveisaðar aftur. Tað er á dekkinum ið koyggjurnar eru. Fýra neyðútgongdir eru niðriundir, tvær har afturi og tvær har frammi, ein í hvørjum borði. Men so varð gjørt av at gera tvær av teimum heilar við at sveisa tær aftur. Har afturi er tann í stýriborð sveisað aftur og har frammi er tann í bakborð sveisað aftur. Tað vil siga, at hjá ferðafólki inni á kømurum, hjá manningini, sum býr niðriundir og hjá teimum í maskinuni, eru møguileikarnir at sleppa til rýmingar í eini neyðstøðu avmarkaðir 50%. Og hetta líkar manningini sera illa. Nøkur av manningini, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at Smyril er blivin ein rættilig deyðsfella síðani hetta er gjørt. Tey vilja ikki leggja navn til síni úttalilsi fyri ikki at koma illa fyri afturfyri at gera vart við hetta. -Men støðan er tann, at vil illa til, er tað tann vissi deyði hjá øllum, sum eru stødd niðri undir, skuldi ein neyðstøða tikið seg upp. Sagt verður, at kemur t.d. sjógvur í skipið, og tað legst á síðuna, sum tað fer at gera, um sjógvur kemur í tað, er eitt púra vist: At antin eru øll niðriundir har afturi báði manning, ferðafólk og maskinfólk, fangað í eini deyðsfellu, ella tey har frammi - alt eftir hvørja síðu, skipið leggur seg á. - Tað verður tann vissi deyði, leggja tey afturat Ella tak nú, at eldur kemur í skipið. - Tá er tað so skjótt, at ikki slepst út ígjøgnum aðra neyðútgongdina fyri eldi og royki. Tvs, at kemur eldur í í "skeivum borði", er alt fólk, sum er niðri undir, fangað, og hevur ongan møguleika at sleppa út. Støðan hjá fólkinum niðriundir verða ikki minni hættislig av, at tað tað eru tjukkar neyðhurðar fyri, sum verða lætnar aftur, antin automatiskt, ella við handamegi í eini neyðtøðu. Øna ikki aftur Manningn á Smyrli sigur, at tey hava fleiri ferðir gjørt vart við sína ónøgd. Og tey hava eisini bðið um eina frágreiðing um, hví tvær so týdningarmiklar neyðutgongdir eru sveisaðar aftur. - Men tað hevur verið sum at sláa í eina dýnu, tí ongin ønir okkum aftur, siga tey á Smyrli. Men tey siga, at tey kunnu hugsa sær til, at hetta er gjørt fyri at tryggjað skipið, t.d. so at sjógvur ikki skal sleppa inn niðriundir. - Tvs, at alt verður gjørt fyri at tryggja skipið. Men "skít" verður við fólkinum. - Fólkið skal drepast fyri at bjarga skipinum siga tey speiskliga av Smyrli. Tí legst skipið á tað borðið, har neyðutgongdin er stongd, ella kemur eldur í, eru vit deyð. Tað er ongin bøn, siga tey. Tey siga, at tey hava gjørt vart við, at talan er um eina deyðsdellu, men tað verður bara ypt øksl og sagt, at hetta er fyri at bjarga skipinum. Tey halda, at tað er stórur mótsetningur ímillum tey trongu skipakrøvini sum eru, og so at blokera tvær neyðutgongdir tí harvið verður fólkið offra fyri at bjarga skipinum. Og tey halda eisini, at táið ein neyðutgongd var í hvørjum borði, ái har afturi og har frammi, má tað upprunaliga vera tí, at hildið var at tað var neyðugt fyri tryggleikan hjá fólkinum. Annars siga tey avgjørt, at skipið er í fínasta standi, so tey halda, at tað er stórt spell, at tey skulu noyðast at hava slíkan ampa av eini neyðutgongd. Tíverri hava vit ikki fingið nakra viðmerking, hvørki frá Skipasýninum, ella frá Strandferðsluni. Á Skipasýninum var hvørgin sýnsmaðurin inni, og á Strandferðsluni var tekniski stjórin burturstaddur og stjórin varð upptikin. Bara níggju av føstu monnunum við til Spania Landsliðið skal spæla fýra venjingardystir teir tíggju dagarnar í Cadiz Fyrrapartin í dag fer fótbóltslandsliðið á sína fyrstu uttanlanda ferð í ár. Teir lætta úr Vágum klokkan ellivu, og tað ganga meiri enn tólv tímar, áðrenn teir verða komnir upp á pláss í Cadiz. Steðgað verður í ein góðan tíma í Keypmannahavn, og í Madrid verður steðgað fýra tímar, áðrenn síðsti teinurin í flúgvara verður flogin til Sevilla. Henda teinin tekur tað 55 minuttir at flúgva. Landsliðið lendir í Sevilla klokkan 22.40, og tað verður miðnátt og meiri enn tað, áðrenn teir nítjan spælararnir og hini fimm í ferðalagnum kunnu krúpa undir fjarðarnar á gistingarhúsinum í Cadiz. Uni út og Símun og Djóni inn Ferðalagið er umleið tað, sum vit nevndu í síðstu viku, men onkrar smávegis broytingar eru gjørdar. Í síðstu viku var spælaratalið átjan, men nú er tað nítjan. Uni Arge, sum í løtuni er á journalistskúlanum í Aarhus, hevur givið avboð. Tað ber honum ikki til at fáa frí frá skúlanum, verður orsøkin søgd at vera. Allan Simonsen vildi hava nítjan spælarar við til Spania. At hann í fyrstu atløgu hevði átjan á listanum mundi ivaleyst komast av, at hann vónaði at fáa Óla Johannesen við, men tað eydnaðist ikki. Nýggir í ferðalagnum eru Djóni N. Joensen úr B36 og Símun Eliasen úr Aarhus Fremad, sum vit í síðstu viku søgdu stóð á bíðilista. Níggju av føstu manningini mangla Tað kemur næstan ikki fyri, at landsliðið hevur somu manning í tveimum dystum á rað. Tær 51 ferðirnar, sum landsliðið síðani 1988 hevur spælt móti øðrum FIFA limalondum, er tað bara eina ferð komið fyri, at teir somu ellivu tvær ferðir upp í slag hava verið á vøllinum frá frysta bríksli . Hetta kom fyri á heysti í 1990, tá Føroyar fyrst vunnu 1-0 á Eysturríki í Landskrona og so taptu 4-1 móti Danmark í Keypmannahavn. Men hóast tað eru broytingar so at siga hvørja ferð, so eru tær ofta fáar og smáar, og tað er rættuliga eyðsýnt, hvørjir so at siga hoyra til føstu manningina. Spælararnir, sum í dag fara til Spania, eru hesir: Jens Martin Knudsen, Bjarni Johansen, Henning Jarnskor, Magni Jarnskor, Poul Ennigarð, Øssur Hansen, Heðin á Lakjuni, Jens Kristian Hansen, Arnbjørn Danielsen, John Petersen, Hans Fróði Hansen, Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Bartal Eliasen, Jens Erik Rasmussen, Jan Allan Müller, Djóni N. Joensen og Símun Eliasen. Føroyar skulu fyrst í juni spæla fyrstu ferð í EM undankappingini. Tann dysturin verður í Estlandi, og venjingarlegan í Spania má metast sum fyrsta stigið í fyrireikingunum til henda dystin og til undankappingar dystirnar, sum sambært skránna skulu spælast í summar og í heyst. Ein nærliggjandi spurningur er tí, hvussu liðið man fara at síggja út í summar, og um tað nú ber til at spæla tað liðið saman, sum um nakrar mánaðar skal umboða Føroyar. Ofta gongur tað skjótt við broytingum í fótbóltsheiminum. Onkur spælari, sum hevur verið álit, verður kanska skaddur, onkuntíð vísir tað seg, at onkur spælari hevur ilt við at halda støðið, sum hann áður hevur víst, og tíbetur vísir tað seg eisini, at ungir spælarar mennast og trýsta onkrar aðrar av liðnum. Hetta er ein veruleiki, men tað er eisini ein veruleiki, at Allan Simonsen hevur hildið ógvuliga fast um tann bulin, sum hann í fýra ár hevur roynt at samanspælt til eina eind. Við hesum í huga og uttan at ganga nøkrum ov nær, so loyva vit okkum at sláa fast, at í mesta lagi níggju av teimum fyrst valdu hjá venjaranum eru við á ferðini í Spania. Teir eru Jens Martin Knudsen, Henning Jarnskor, Magni Jarnskor, Pól Thorsteinsson, Jens Kristian Hansen, John Petersen, Allan Mørkøre og Jan Allan Müller. Hinir tíggju ella tann størri parturin av ferðalagnum í Spania, mugu metast sum skiftisspælarar. Summir teirra, t.d. Jens Erik Rasmussen og Sámal Joensen, mugu metast at vera tætt at liðnum, meðan aðrir, t.d. Hans Fróði Hansen, Poul Ennigarð og Heðin á Lakjuni mugu metast at vera framtíðar spælarar, sum á venjingarleguni skulu sannføra venjaran um, at hann eigur at taka teir við, tá hópurin skal veljast til EM undankappingar dystirnar. Íløgan og úrtøkan Við omanfyri standandi veruleika í huganum er spurningurin ikki langt burtur, um ein venjingarlega av hesum slagnum er til nakra nyttu ella um tað er nakað samsvar millum íløguna og úrtøkuna. FSF rindar spælarunum dagpening, meðan teir eru burtur, men annars fer einki úr kassanum hjá Fótbóltssambandinum. Venjingarlegan er ein liður í avtaluni millum FSF og UFA, sum á hvørjum ári í sambandi við venjingarleguna rindar ferðina og uppihaldið. At tað ikki ber til at samanspæla eitt lið er sera spell. Hetta er einasta ferðin á árinum, at venjarin hevur spælararnar undir hond í tíggju samanhangandi dagar, har tað ber til at venja fleiri ferðir um dagin, at tosa um viðurskiftini og at royna tað í dystum, sum verður vant. Men hetta eru altso treytirnar. At Todi, Jákup og Julian heldur vilja venja við sínum feløgum er væl skiljandi, og at Jan Dam og Óli Johannesen ikki kunnu fara við, er sera spell. Men uttan mun til hvør er við og hvør ikki er við, so ber tað altíð til at dvølja við spurningin, um tað fæst burtur úr venjingarleguni, sum tað ber til at fáa burturúr. Venjarin hevur valt sínar spælarar, og tað er bara hann, sum hevur tað avgerðina. Men onkuntíð ivast tú í, hvat tað eru fyri grundgevingar, sum búgva aftanfyri valini. Onkrir spælarar, sum eru valdir, hava eftir øllum at døma ikki nakra framtíð á landsliðnum, og í teimum førunum hevði tað verið nógv skilabetri at tikið onkrar ungar menn við, sum um tvey ella trý ár fara at pikka upp á landsliðsdyrnar. Fyri teir hevði tað verið áhugavert at sæð, hvussu tað gongur fyri seg, tá landsliðið er burturi í øðrum londum og venur, og fyri venjaran og framtíðar liðið hevði tað verið gagnligt. Dystirnir Á ferðini í Spania skal landsliðið spæla fýra dystir. Mótstøðan verður ivaleysa stór, men í ongum førinum verður talan um rættuligar landsdystir. Fyrsti dysturin verður móti gamla venjaranum hjá Allani Simonsen, Sepp Piontek, og hansara besta liði úr Silkeborg. Danska superliguliðið er í hesum døgum á venjingarlegu í Spania, og teir skulu spæla móti Føroyum sunnudagin klokkan 15.30. Annar dysturin verður móti Rostelmash, sum er úr russisku 1. deildini. Tann dysturin verður týsdagin í komandi viku klokkan 15.30. Triðji dysturin verður hósdagin í komandi viku. Hann verður móti Club San Fernando úr Spania, og hann verður spældur klokkan 18. Tað hevur verið upp á tal, at landsliðið eisini skuldi spæla móti Aarhus Fremad, felagnum hjá Símuni Eliasen, sum er á venjingarlegu í Spania, men tá vit seinnapartin í gjár vóru í sambandi við skrivstovuna hjá FSF var ikki greitt, nær hesin dysturin verður spældur. jh Føroyar bjóða Jameika av Men FSF fær einki svar upp á avbjóðingina, sum fyrstu ferð varð send fyri trimum mánaðum síðani Jameika, grannarnir hjá Kuba í Karibiska havinum, hava vunnið sær pláss í HM endaspælinum, sum verður í Fraklandi í juni og juli í ár. Sum allar hinar 31 tjóðirnar, sum eru á veg til endaspælið, so gera teir í Jameika nakað við fyrireikingarnar, og sum tíðin nærkast til stóru sløgini skulu standa í Fraklandi, so verða fyrireikingarnar alt meiri intensivar. Ætlanin hevur verið og er ivaleyst, at landsliðið hjá teimum skal koma til Europa nakrar vikur, áðrenn farið verður undir kappingina í Fraklandi, soleiðis at teir kunnu venja seg við klokkuna, veðurlagið og alt annað, sum sigst spæla inn. Men teir hava havt ein trupulleika. Hann er, at tað hevur verið torført at fáa mótstøðulið at spæla venjingardystir ímóti. Hetta er komið fyri oyruni á teimum í FSF, og teir hava bjóðað seg fram: - Hjá okkum er tað altíð ein trupulleiki at finna onnur landslið at spæla venjingardystir ímóti. Í november hoyrdu vit, at teir í Jameika fegnir vildu hava ein landsdyst síðst í mai, og vit vóru skjótir at bjóða okkum fram, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum. Eitt telefaks varð sent til fótbóltssambandið í Jameika. Føroyingar bjóðaðu seg til at spæla móti Jameika í Danmark 27. mei, sum er ein mikudag, men enn er einki svar komið: - Vit høvdu ímyndað okkum, at dysturin kundi verið í Brøndby ella onkra aðra staðni á høvuðsstaðarleiðini - kanska í Parkini, um tað hevði borið til! - men vit hava framvegis einki hoyrt frá teimum, sigur Ísak Mikladal, sum enn eina ferði hevur spurt seg fyri eftir einum svari. jh jan muller jan@sosialurin.fo Samstarvið er niðurslitið latið okkum tí byrja heilt av nýggjum Danir og føroyingar hava lyndi til at taka samvinnuna millum Danmark og Føroyar sum eina sjálvfylgu - sum nakað, sum bara er har. Vit hava brúk fyri at tosa meira saman og lurta meira eftir hvørjum øðrum. Tí síggja vit í danska javnaðarflokkinum tað sum ein týðandi part av framtíðar samstarvinum, at vit tosa meira saman sum tveir javnbjóðis partar í ríkinum. Hetta sigur formaðurin í tingbólkinum hjá danska javnaðarflokkinum, Pia Gjellerup við Sosialin. Hon ger viðmerkingar til bankamálið og heldur annars, at kravið hjá Edmund Joensen um, at stjórnin skal svíða fyri alla bankaskuldina, tí hetta er danskt mál, verða heilt burturvið. Tað verður so ikki góðtikið, um hetta verður tað føroyska útspælið. Jan Müller Hon er fyrrverandi ráðharri, í dag fólkatingslimur og formaður í tí størsta tingbólkinum á fólkatingi, tí sosialdemokratiska bólkinum. Hon er næstformaður í fólkatingsins fíggjarnevnd. Hon var ein av høvuðsrøðarunum undir drúgvu viðgerðini av bankamálinum í fólkatinginum herfyri. Hon eitur Pia Gjellerup. Sosialurin hitti Piu Gjellerup á skrivstovu hennara á Christiansborg í farnu viku og tosaðu vit um mangt og hvat í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar, eitt nú um aktuella bankamálið og framtíðar viðurskiftini millum ríkispartarnar. Pia Gjellerup viðgongur, at høvuðsinnihaldið í orðaskiftinum um bankamálið varð í mongum førum ein donsk innanríkispolitisk uppgerð. Tað snúði seg um stjórnina mótvegis andstøðuna ella øvugt. Geva okkum ov lítið far um hvørannan Hon sigur annars, at tíanverri hava danskir politikarar tann óvana bara at lurta vinarliga eftir tí, sum føroyskir fólkatingsmenn hava at siga á fólkatingi. Hesaferð heldur hon tað var øðrvísi. I hvussu er haldi eg, at vit í javnaðarflokkinum royndu at geva føroysku umboðunum eitt mótspæl, sum er betri enn bara at lurta vinarliga. Tað haldi eg er gott, tí vit fingu sagt nakað, sum avgjørt ikki bert var merkt av kurteisni, men sum gekk nógv djúpri og sum gjørdi, at báðir partar betur kundu skilja tær kenslur, sum lógu aftanfyri. Pia Gjellerup vil út frá hesi sannroynd siga, at ein av stóru trupulleikunum við samstarvinum millum Danmark og Føroyar liggur kanska júst í hesum, at vit taka samstarvið ov givið - sum eina sjálvfylgju - og so tosa vit ikki so nógv um tað. Tað er nakað, sum er og skal verða ekspederað. Harvið verður samstarvið niðurslitið. Hóast tað ikki er serliga hugaligt at skula nema við tørvin á at tosa meira og betri saman við støði júst í eini slíkari sak sum hesari, so haldi eg tó, at tað hetta hevur havt tað positiva við sær, at vit nú royna at leggja okkum meira í geyma, hvussu vit kunnu menna hetta samstarv við m.a. nettup at samskifta betur. Báðir partar ábyrgd Meinar tú harvið, at danskir politikarar hava ikki lurtað nógv væl ella kunnað seg nóg væl við føroysk viðurskifti! Eg haldi, at báðir partar hava ábyrgd av hesi skeivu gongdini. Samtalan og sambandið hevur verið ov avmarkað. Ríkisfelagsskapurin er vorðin mettur at vera nakað sum bara er har. Sama er við blokkinum osfr. Tað verður ikki tosað so nógv um, hvussu ein kann halda fram við at halda eitt so langt samtarv gangandi. Og hetta haldi eg er ein partur av tí, sum vit kunnu læra av hesi stóru bankasak. Nú vitjaði Nyrup Føroyar beint áðrenn bankamálið kom fram alment, og mong høvdu varhugan av, at her vóru bráddliga heilt nýggir tónar at hoyra mótvegis Føroyum. Men tá so bankamálið kom fyri á fólkatingi hevði pípan líkasum fingið eitt annað ljóð. Nú vóru tað bráddliga føroyingar, sum áttu alla skyldina, og tað var sjónligt, at Nyrup brúkti málið til at vinna sær sjálvum innanríkispolitiskar fyrimunir heldur enn at leggja kortini á borðið og átaka sær sín part av ábyrgdini! Hetta hevur so nakað við karmarnar kring orðaskiftið at gera. Talan var um eina debat, sum hevði útgangsstøði í tí parlamentarisku konfrontatiónini viðvíkjandi bankamálinum tvs. spurninginum um andstøðu mótvegis stjórn. Pia Gjellerup sigur, at hon undan orðaskiftinum gjørdi sær greitt, at tað skuldi ikki viðgera alt annað samarbeiði millum ríkispartarnar men bara snúgva seg um bankamálið. Eitt orðaskifti um ríkisfelagsskapin og hvussu hesin verður útbygdur hoyrir ikki heima í einum orðaskifti um eina bankakreppu. Men eitt orðaskiftið um bankakreppuna gevur so íblástur til, at vit byrja at hugsa um, hvussu vit síðnai kunnu tosa um felagsskapin. Pia Gjellerup vísir til tað, sum eisini var partur av boðskapinum frá Nyrup undir orðaskiftinum, nevniliga hetta at føroyingar mugu heldur ikki taka danir sum eina givna stødd. Danir hava eisini kenslur, og tað haldi eg er týdningarmikið at fáa fram, tí tað kann eisini siga føroyingum nakað um, hvørjar kenslur, sum lætt kunnu koma fram í einum fólki, sum grundleggjandi hevur stóra stóra virðing fyri føroyingum. Pia Gjellerup heldur tí, at bæði føroyingar og danir eiga at hava hetta í huganum skal ein menna og útbyggja samstarvið. Órættur skal rættast Men hevur Nyrup ikki ein stóran trupulleika, tá hann øðrumegin skal rætta føroyingum hondina fyri tann órætt, sum er gjørdur og hinumegin skal ræta donsku veljarum hondina, við ikki at lova føroyingum ov nógv! Eg haldi ikki, at tað eru nakrir trupulleikar hjá donsku veljarunum at viðurkenna, at tann órættur, sum er gjørdur í sambandi við partabrævabýtið má rættast aftur, men tað er so eisini greitt støðan, at ein skal ikki brúka hetta til at loysa nakrar eyka trupulleikar, sum føroyingar varta upp við. Bankakreppan er sum so ikki nakar danskur trupulleiki. Hóast Edmund Joensen, løgmaður heldur, at hetta er donsk lóggáva og tí eru mistir pengar nakað, sum danir skulu gjalda, so gongur tað ikki. So einfalt kanst tú ikki seta hetta upp. Men hvat heldur tú so kemur burtur úr bankamálinum! Eg veit ikki, hvussu ein ger hetta upp. Vit mugu síggja, hvat serfrøðingarnir siga. Tá vit hava eitt grundarlag at arbeiða út frá, mugu vit so tosa við føroyingar fyri at finna eina loysn, sum føroyingar kunnu liva við og sum inniheldur eitt endurgjald, ið er knýtt at søluni av partabrøvunum. Hvat viðvíkur føroysku fólkatingsumboðunum, so heldur Pia Gjellerup ikki, at tað eru hesi, sum mynda tað, ið vanligi danski fólkatingsmaðurin heldur um Føroyar og føroyingar. Tað er væl eingin loyna, at tey orðini, sum Óli Breckmann mangan brúkar á fólkatingsins røðarapalli og tann mátin hann argumentarar uppá, fáa oftani tað ringasta fram í einum. Men vit hava tíbetur hitt og kenna so nógvar aðrar føroyingar, at vit vita væl, at tað, sum hesin eini fólkatingsmaðurin stendur fyri, er ikki tað, sum allir aðrir føroyingar annars standa fyri. Pia Gjellerup vísir á, at hóast Breckmann nýtir eitthvørt høvi at leggja eftir tí sonevndu sosialistisku stjórnini í Danmark, so leggur hann heldur fingrarnar ímillum, tá fólkatingssessurin skal brúkast ímóti sínum mótstøðumonnum í Føroyum tvs. hann brúkar hann til at reka føroyskan innanríkispolitikk. Men er ikki vandi fyri, at orðavalið og argumentatiónshátturin hjá Breckmann júst er við til at fáa danir, sum annars eru vinarliga sinnaðir móti føroyingum, at skifta hest og heldur venda sær móti føroyingum! So nógv telur Óli Breckmann heldur ikki í danska orðaskiftinum um Føroyar. Tá haldi eg tað er meira týðandi, hvat Edmund Joensen, løgmann, Jóannes Eidesgaard, Marita Petersen ella aðrir føroyskir politikarar siga. Tey føroysku politisku umboðini í Føroyum hava nógv størri týdning fyri uppfatanina hjá vanliga dananum av føroyingum og Føroyum enn t.d. fólkatingsmenninir hava tað. Men hava tit gjørt nokk fyri at bøta um ringu viðurskiftini, sum hava verið millum føroyska og danska javnaðarflokkin! Vit hava kanska tikið alt hetta ov givið. Tí má eg viðganga, at vit hava ikki gjørt nokk fyri at varðveita og betra sambandið millum flokkarnar báðar. Men eg havi varhugan av, at tað verður gjørt meira við hetta nú. Pia Gjellerup heldur, at vitjanin hjá Nyrup í Føroyum herfyri hevði stóran týdning í so máta. -Tað er ómetaliga týdningarmikið, ikki minst tá tú er ósamdur um nakað, at tú kanst hyggja hvør annan inn í eyguni. Hetta mugu vit gera meira við. Upp til føroyingar Hvussu heldur Pia Gjellerup annars , at ríkisfelagsskapurin skal síggja út í framtíðini! Vit vilja vera sera varin við at siga, hvussu hetta skal skipast. Tað má fyrst og fremst vera ein spurningur, hvussu føroyingar sjálvir fata hetta. Tí fylgja vit væl við í tí orðaskifti, sum hevur tikið seg upp í løgtinginum um, hvussu føroyingar ætla sær at nútímansgera ríkisfelagsskapin. Pia Gjellerup leggur áherðslu á, at danir leggja seg ikki út í, um tað skal vera henda heimastýrislógin ella ein heilt onnur lóg, sum kemur burtur úr. -Vit ætla okkum hvørki at krevja, at Heimastýrislógin skal vera galdandi fyri allar dagar ella at nøkur onnur lóg skal koma ístaðin. Vit vilja fegin tosa um øll hesi viðurskiftini, og vit eru opin fyri øllum nýggjum møguleikum fyri samstarvi, eisini um talan verður um at nútímansgera felagsskapin. Tað eru tey, sum halda, at danski politikkurin mótvegis Føroyum í seinastuni í veruleikanum hevur miðjað móti at tvinga føroyingar at taka meira sjálvstýri! Tí kann egavgjørt vísa aftur. Eg haldi hinvegin, at vit í Danmark hava gjørt nógv fyri at hjálpa føroyingum at loysa kreppuna. Eingin ivi skal vera um, at vit í sosialdemokratiska flokkinum alla hesa tíðina hava víst stóra virðing fyri føroyska fólkinum. At tað so eru vit, sum hava verið noydd at sita við borðendan, tá nógv stór og tung tøk skuldu takast, og hetta hevur ávirkað uppfatanina hjá føroyingum av okkum sosialdemokrratum, tað er so nakað, sum vit mugu liva við. Men mistøk, sum eru gjørd mugu sjálvandi rættast. Eitt føroyskt útspæl er avgerandi fyri gongdina Hvussu fer stjórnin at takla eitt komandi føroyskt útspæl! Vit vilja gjarna lurta eftir føroyskum sjónarmiðum og argumentum. Men hvat kemur burtur úr øllum hesum hevur eisini nógv við føroyska útspælið at gera. Vit hava upplivað føroysk úspøl, sum einki sum helst skil var í. Og tá løgmaður kemur og sigur, at Danmark eigur ábyrgdina av allari kreppuni, og at tað merkir, at Danmark skal bera 3 mia. kr. av skuldini, so er tað nakað, sum vit ikki kunnu góðtaka. Pia Gjellerrup sigur víðari, at um partarnir í útgangsstøðuni eru ógvuliga langt burtur frá hvørjum øðrum, so verður ein noyddur at møtast einastaðni. Hvar tað verður er ringt at siga nakað um nú. Men er tað rímuligt, at føroyingar skulu gjalda eina so høga rentu m.a. fyri lán, sum byggja á misinformatión! Tað er nakað, sum má viðgerast og sum fólkatingið undir orðaskiftinum eisini tók upp til viðgerðar mótvegis stjórnini. Tað verður rættiliga avgerandi at finna fram til, hvussu skuldin kann gjaldast aftur og hvussu rentan skal vera. Finnbogi Ísakson var ov bráður Sera fávitskut av Finnboga Ísaksyni at grundgeva við, at Sørvágsfjørður verður Sørvágsfjørður hvussu víkir og vendir. Sera fávitskut av Finnboga Ísaksyni at grundgeva við, at Sørvágsfjørður verður Sørvágsfjørður hvussu víkir og vendir. Verður ikki Nólsoyarfjørður eisini hin sami, hvussu víkir og vendir? Og harvið Kirkjubønes og Glyvursnes? Og verður okkara kæri høvuðsstaður, Havnin, ikki eisini hin sami? Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum Heini O. Heinesen, hevði neyvan funnið uppá at úttala seg so fjákut sum Finnbogi, fyri tað um ein veljarakanning gav flokkinum slílka framgongd. Úttalan frá Finnboga kann bara skaða flokkin á landsplani! John S. Myllhamar Áki Bertholdsen Fer helst at mæla til at leingja barnsburðarfarloyvið upp í hálvtannað ár - Tað er nú greitt, kontanthjálpin verður ikki sett í verk aftur í Havn, so at fólk kunnu fáa pengar útgoldnar fyri at taka børnini úr kommunulu barnaansingini Líkt er til, at á býráðsfundi í Havn í kvøld, er býráðið at umrøða spurningin um at mæla Landsstýrinum til at leingja barnsburðarfarloyvið upp í hálvt annað ár. Tvs, at býráðið fer at mæla til, at farloyvið verður longt eitt heilt ár. Elin Lindenskov, formaður í Sosialu nevnd hjá býráðnum, sigur, at hon roknar við, at býráðið fer at semjast um at senda landsstýrinum eina slíka áheitan. Sosiala nevnd hjá Býráðnum hevði fund um barnaansingina týskvøldið. Eftir at fundurin seinasta týsdag mátti avlýsast, tí tríggir limir møttu ikki upp, gekst betur hesuferð. - Nevndin var fullmannað, men, hvat enn betur var, hon var samd, sigur Elin Lindenskov. Á fundinum skuldi nevndin umrøða, hvussu tær 2,5 milliónirnar verða best brúktar, sum eru settar av á fíggjarlógini fyri í ár til aðra barnaansing enn tað, sum nú er. Elin Lindenskov sigur, at ymsir møguleikar vórðu umrøddir, men at enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvør loysnin verður. Tó er greitt, at teir býráðslimir, sum vilja hava kontanthjálpina setta í gildi aftur, mugu ganga frá sínum. Býráðið hevur gjørt eina kanning og í sosialu nevnd eru vit púra samd um, at tann loysnin kann ikki setast í verk aftur, at foreldur fáa eina ávísa upphædd -einar 1500 krónur um mánaðan - fyri at taka børn síni syrgja fyri barnaansingini sjálvi. Sostatt skal ein onnur loysn veljast, og tað er tað, sum býráðið arbeiðir við. Elin Lindenskov sigur, at høvuðsmálið hjá Sosialu nevnd er at útvega eini 50-60 ansingarpláss afturat í ár. - Men hvussu tað skal gerast, nú viðgerast nærri. Leingja farloyvið Elin Lindenskov sigur, at tørvurin á barnaansing er so stórur, at tað er greitt, at Býráðið má taka óvanlig stig fyri at loysa hann. - Eitt, vit hava tosað nógv um, og sum eg haldi, at vanlig semja er um í býráðnum, er at vit mugu arbeiða fyri at leingja barnsburðarfarloyvi fyri at lætta trýstið á ansingarplássini. Eg vænti, at vit fara at mæla býráðnum til at arbeiða fyri tí. Hon sigur, at tað, sum býráðið helst fer at mæla til, er, at leingja farloyvið eitt heilt ár, upp í hálvt annað ár. Men, hvussu tað skal fíggjast, er ikki viðgjørt. Tað kann verða fyri minni løn, ella við stuðuli frá ALS, ella okkurt annað. møguliga verður málið umrøtt longu í kvøld Hildur Eyðunsdóttir Smáar tjóðir klára seg betur Gongdin í altjóða samfelagnum er til fyrimunar fyri smáar tjóðir Kunnu lond vera ov smá? Hesin spurningur er settur í eini áhugaverdari grein í >>The Economist<< 3.-9. januar 1998. Av tí at greinin er ógvuliga viðkomandi fyri føroyingar, loyvi eg mær at at endurgeva ein part av greinini. Í greinini verður Ísland tikið fram sum fyrimynd og dømi. Ísland er nakað fyri seg. Við einum íbúgvaratali niðanfyri 270.000, er landið minsta limalandið í OECD. Hóast íbúgvaratalið ikki er størri enn í einum hampiligum býi í USA, so hevur landið alt tað, ið hoyrir til ein framkomnan stat. Sítt egna mál, mynteind og tjóðbanka. Egið flogfelag, umboðsmenn og ríkan skaldskap ið eisini er ógvuliga gamal. Hendan pinkutjóðin er eisini ímyndin um framtíðina. Í dag eru nógv fleiri lond enn tað vóru í byrjanini av 20. øld og talið bara veksur. Í komandi øld verða nógv fleiri lond sum Ísland í verðini. Hesin stóri vøksturin av sjálvstøðugum tjóðum tey síðstu 50 árini merkir, at helvtin av londunum í dag hava færri íbúgvar enn Staturin Massachussetts í USA. Hesin vøksturin hevur verið um somu tíð sum fleiri lond fara saman í felagskapir fyri at fáa stórdriftsfyrimunir, so sum ein stóran heimamarkna og felags mynteind, sum t.d. EU arbeiðir fram ímóti. Hvat sigur hetta okkum um fyrimunir og vansar av støddini? Og telja høvuðsfyrimuninir við stødd - tryggleiki og størri heimamarknaður - minnið í eini verð við vaksandi fríhandili og tøkni sum minkar týdningin av fjarðstøðu? Smáar tjóðir er sjálvandi ikki nakað nýtt fyribrigdi. Fólkatalið í fornu grisku býarstatunum var minnið enn fólkatalið í Íslandi í dag. Tá gamla Athen var á hæddini á døgum Perikles, búðu okkurt um 200.000 fólk, íroknað trælir. Í Renæssance Italiu var landið býtt upp í eina rúgvu av býarstatum. Í 19. øld varð rákið at savna londini í størri eindir. Tað var hildið at vera ørt av Belgia og Portugal at vilja vera sjálvstøðug, tí londini vóru alt ov smá til at kunna hava ein burðadyggan búskap. Guiseppe Mazzini, ein av oddamonnunum fyri sameiningini av Italiu, meinti at seks statir var nóg mikið fyri Europa. Tá fyrri veraldarbardagin byrjaði, vóru 62 sjálvstøðug lond í heiminum, og í dag eru 193. 87 av teimum hava íbúgvaratal sum er minni enn í Danmark, 58 minni enn 2,5 mill. íbúgvar og 35 minni enn 500.000 íbúgvar. At londini eru smá merkir ikki at tey eru fátøk. Stórveldi hava politiska makt, men eru sjálvdan rík, av tíggju teimum størstu londunum eru bert USA og Japan rík. Kann tað vera at smá lond eins og smáar fyritøkur kunnu vaksa skjótari enn tey stóru ? Tað sum hevur týdning er leiðsla og hugsjónir. Hóast tað ikki er ein beinleiðis vansi at vera stórur, so eru fyrimunirnir minkandi, og vansarnir at vera lítil eru minkandi. Alberto Alesini, professari í búskaparfrøði á Harvard, vísir á, at stór lond hava møguleika at stuðla landspørtum við fíggjarligum trupulleikum og soleiðis útjavna kreppur. Um hesin stuðul bert er í einum avmarkaðum tíðarskeiði er í lagi, men ofta endar hetta sum ein verandi loysn. Hann lýsir Italia sum dømi, tað ríka Norðuritalia hevur síðani kríggið latið pengar til Suðuritalia, við tí endamáli, at vælferðin skal verða eins í øllum landinum. Í byrjani gekk sum ætlað, men tey seinastu tjúgu árini er Suðuritalia dragnað longur og longur afturúr. Í dag ivast man um peningaflytingarnar frá norður til suður hava positiva ávirkan á búskapin, ella um tær skaða fyritakssemi og vøkstur. Semja man vera um, at stórur marknaður gevur stórdriftsfyrimunir, EU er eitt úrslit av hesum. Men við tí vaksandi fríhandili, eru hesir fyrimuninir minkandi, tann besta marknaðarstøddin er allur heimurin. Í árunum 1918 - 1939 t.d. tá ið ógvuliga strangar handilsforðingar vóru landanna millum var týdningarmikið við einum stórum heimamarknaði. Í dag eru marknaðinir nógv opnari og framburðurin í tøknini hevur minka um flutningskostnaðin bæði av vørum og vitan. Av tí at tey smáu londini handla nógv við umheimin, eru tað tey ið hava havt størstu fyrimuninir við fríum handili. Handil við umheimin viðførir prosperity. Kanska er tað júst tí at tey eru smá og noydd at handla nógv við onnur, ið ger at tey so ofta hava prospera meira enn stór lond ið venda sær frá heimsmarknaðinum. Yvirhøvur viðførir spesialisering meira lønsemi. Íslendska fiskivinnan hevur fleiri ferðir betri lønsemi enn t.d. tann canadiska. Høvuðsorsøkin er tann, at av tí at fiskivinnan í Íslandi er høvuðsvinnan, so er ikki ráðiligt at stuðla vinnuni sum gjørt verður aðrastaðir har vinnan er meiri fjøltáttað. Smá lond hava eisini havt stórar fyrimunir av nýggju tøknini, sum hevur minkað um kostnaðin av samskifti við onnur lond. Hetta sæst millum annað av Internetbrúkarum í smáum ríkum londum. Í mun til fólkatalið hevur Ísland næstflest brúkarar í verðini. Niðurstøðan í greinini er, at kostnaðurin fyri sjálvstýri í dag allarhelst er minni enn hann hevur verið í fleiri øldir. Mínar viðmerkingar Vit kunnu draga fleiri paralellir úr greinini á føroysk viðurskifti. Vit fáa eins og Suðuritalia fær frá Norðuritalia, fíggjarligan stuðul úr Danmark við tí endamáli at uppihalda eina ávísa vælferð. Men alt fleiri serfrøðingar bæði her og aðrastaðir við ivast í um slíkur stuðul ikki ger meira skaða enn gagn. Í greinini verður víst á at tann íslendska fiskivinnan ber seg so væl júst tí hon ikki fær almennan stuðul, og er tí noydd at laga seg til fortreytirnar og fáa sum best burturúr. Eitt eyðkenni fyri fyritøkur ið klára seg væl, er at tær eru framskygdar og hava hugsjónir. Hesir eginleikar eru eisini galdandi hjá tí einstaka menniskjanum og hjá landsins stjórn Hetta eigur at geva okkum føroyingum nakað at hugsa um. Politikkarnir mugu sum skjótast finna útav hvørjar fortreytir fiskivinnan skal arbeiða undir, so at vinnan kann tillaga seg teimum nýggju fortreytirnar, bæði sær sjálvari og samfelagnum sum heild at frama. Ein stórur bági fyri menningini av Føroyum er at so heilt ótrúliga stór orka fer at viðgerða okkara støðu í ríkinum. Høvdu vit verið ein sjálvstøðug tjóð, so høvdu heilt onnur mál verið á dagsskránni og vit høvdu kunna ført veruligan politikk. Hildur Eyðunsdóttir Jóannes Eidesgaard joannese@post.olivant.fo Lítið umhugsaður sjálvstýrispolitikk Viðmerkingar til málið um yvirtøku av Fólkakirkjuni Yvirtøkan av fólkakirkjuni var tað málið, sum fekk mestu umrøðu í farnu viku. Málið varð samtykt við aðru viðgerð, men fall við triðju. Uppskotið, sum Tjóðveldisflokkurin átti, segði í grein eitt, at kirkjan skuldi yvirtakast í ár 2000, meðan grein sjey sigur, at málið aftur skal á tingborð, áðrenn yvirtøkan kann fremjast. Javnaðarflokkurin gav uppskotinum undirtøku við tveimum atkvøðum, meðan tríggjar vóru ímóti. 40% fyri og 60% ímóti. Vit hava í prinsippinum einki ímóti, at eisini kirkjan verður yvirtikin, men tað ber ikki til at seta í lógina, at hon frá ávísum degi er yvirtikin, tá málið aftur skal á tingborð. Vit høvdu mælt uppskotsstillaranum til at gera hesa broytingina, soleiðis at veruliga endamálið var at fara undir tær neyðugu fyrireikingarnar, men tað tóku teir ikki undir við. Við einari slíkari broyting, hevði uppskotið fingið munandi størri undirtøku. Uppskotsstillarin vildi hava endamálið at vera, at kirkjan frá ávísum degi varð yvirtikin. T.v.s. at málið var at profilera ein yvirtøkupolitikk, heldur enn at vinna semju um eina yvirtøku. Fjølmiðlarnir hava gjørt nakað burtur úr Javnaðarfloksins leikluti í hesum máli. Var okkara støða í tráð við okkara uppskot um setan av stjórnmálanevnd, var høvuðsspurningurin. Tað kann kanska undra onkran, men til tess at vísa, hvussu spjaddir, vit løgtingsmenn enn standa í sjálvstýrisspurningum, so gav Fólkaflokkurin við tí radikala sálvstýrinum málinum eina ja-atkvøðu, sjálvt eftir landsfundin seinasta vikuskifti, har semja var um, at nú skuldu Føroyar gerast sjálvstøðugar. Men júst eitt slíkt mál, sum málið um yvirtøku av kirkjuni, er eitt dømi um lítið umhugsaðan sjálvstýrispolitikk. Tað verður tikið niður í rúgvuna, og hesa ferð var kirkjan fyrst fyri. Høvuðsmálið, sum so, var ikki at kirkjan varð yvirtikin, men heldur at Tjóðveldisflokkurin gjørdi fólk varug við, at teir framvegis arbeiða við sálvstýrismálum. Tað, sum vit sakna, er, at tað verður lagdur ein meira ætlaður og skipaður sjálvstýrispolitikkur til rættis, soleiðis at vit hava eitt mál. Her kundi verið skilagott at sagt, at lat okkum fyrst brúka orku og pengar til tey mál, sum ikki í dag undir danskari fyrisiting virka nóg væl. Tá hevði kirkjan neyvan staðið ovast, tí flestir føroyingar eru nøgdir við kirkjuna í dag, hóast hon løgfrøðiliga er undir donskum harradømi. Fíggjaretirlitið, sum so dyggiliga sveik okkum í bankamálinum, er framvegis danskt. Vit sakna ein politikk, har vit eisini eftirkanna, hvørjar av framdu yvirtøkunum ikki virka nóg væl, ein politikk, har vit seta okkum eitt mál um, at vit útbyggja okkara land, so tað so líðandi er ført til at átaka sær tær uppgávur, sum hoyra einum nýmótans samfelagi til. Tá menn rópa seg upp á loysing, so mugu teir eisini seta sær sum mál, at Føroyar eru førar fyri at virka sum eitt sjálvstøðugt land. Í einum og hvørjum nýmótans demokratiskum samfelagi er eitt lóggevandi, eitt útinnandi og eitt dømandi vald. Dømandi valdið t.v.s. løgreglan og alt rættarverkið hjá okkum er danskt, og tað ber illa til at tosa um einar sjálvstøðugar Føroyar, har tú mást biðja danir átaka sær at døma okkum, um vit gera eitthvørt revsuvert. Men hetta kostar pengar, og tað er uttan iva orsøkin til, at hetta av sokallaðum sjálvstýrishugaðum ikki verður nevnt sum eitt átroðkandi mál. Kirkjan kostar minni, og tí verður hon tikin fram. Men kann man fremja eina discount-loysing í Føroyum? Skulu vit bert yvirtaka tað, sum lítið og einki kostar? Hin vegin kann tað tykjast oyðslut at tosa um 14 mió. kr. til hesa yvirtøku, tá hugsað verður um, at miðnámini lógu still í 3 vikur fyri 400.000 kr, og tá hugsað verður um, at tey røktarkrevjandi í hesum landi ikki fáa nøktandi tænastu. Og tá alt kemur til alt, so mugu tjóðveldismenn liva við okkara støðu, men vit skulu tó minna teir á, at seinast, vit høvdu uppskotið um setan av stjórnmálanevnd fyri á tingi, tá atkvøddu teir ikki fyri. Men tó hevur uppskotið um setan av stjórnmálanevnd framvegis sum mál at finna fram til, hvat vit við breiðari politiskari undirtøku kunnu fremja á sjálvstýrisleið. 15. februar 1998 Jóannes Eidesgaard floksformaður Starvsmannafelagið á internetið Limir í Starvsmannafelagnum fáa nú møguleikan at nýta tøknidepulin hjá Postfelagnum Finnur Andreassen og Signar Dalsfoss taka sær av at vegleiða fólk í teimum møguleikum, teldurnar geva, saman við Hendrik Thomsen, nevndarlimi í Postfelagnum Í kvøld millum klokkan 19 og 21 stendur tøknidepulin hjá Postfelagnum á Tinghúsvegnum í Havn opin fyri øllum limunum í Starvsmannafelagnum, sum hava áhuga at royna seg á internetinum. Hetta verður gjørt fyri at kunna tey áhugaðu um teir møguleikar, sum liggja í stóra telduútbúnaðinum hjá Postfelagnum og somuleiðis fyri at fáa eina hóming av, hvussu mangir limir hava áhuga í tilboðnum, sum Starvsmannafelagið nú bjóðar sínum limum, stendur at lesa í nýggjasta Starvsblaðnum. Starvsmannafelagið hevur avtalað við Postfelagið at læna útbúnaðin ein tíma um vikuna til limirnar. Jan Müller Løgmaður, sambandið og heimastýrið LØGMAÐUR spyr í blaðgrein, hvat pínir Javnaðarflokkin? Tað er oddagreinskrivaranum ikki greitt, men á hesum stað er víst á, at veljarakanningin gav leiðslu Sambandsfloksins ein dyggan frammaná. HESUM roynir Edmund Joensen at vísa aftur! Men tá ein triðingur av Sambandsveljaranum vil hava meiri sjálvstýri, og bara ein lítil partur vil halda fram við heimastýrisskipanini, so er ikki samljóð millum sambandsveljaran og leiðsluna. FORMAÐUR floksins hevur tvíhildið um, at flokkurin vil ikki broyta eitt komma í heimastýrislógini, hóast gongdin seinastu árini - m.a. í samband við >>bankabjargingarnar<< og tey donsku inntrivini - greitt hevur víst, at skipanin er alt ov ógreið og at hon er alt annað enn fullgóð. Í grein síni harmast sambandsformaðurin um, at eingin ráðstevna verður um heimastýrisskipanina, nú hon er fimti ár. Hann heldur, at henda ráðstevnan kundi víst á manglar og skeivleikar í heimastýrisskipanini. Álvaratos. Tað átti hann at kunnað funni út av í sínum dagliga yrki. ANNARS hevði tað verið áhugavert at havt eina ráðstevnu um heimastýrisskipanina, og gjørt upp fyrimunir og vansar, sum eitt punktum fyri eina skipan, sum nú hevur virkað í hálva øld. Og ikki at staðfesta, um nakað skal broytast í verandi skipan ella ikki, sum sambandsformaðurin heldur. LØGMAÐUR fer lætt um leiðslutrupulleikan við at siga, at sambandsfólk velja ikki alment formann sín. Nei, tað ger eingin flokkur, men hetta sigur føroyska almenninginum greitt, at formaður sambandsfloksins hevur ikki undirtøku millum síni egnu. OG tað er kanska ikki so løgið, tá hugsað verður um leiðsluháttin hjá formanninum. Ein tingmaður rýmdi og ein mundi farið. Ónøgdin í Sambandsflokkinum tykist vera stór. Og ikki hevur tað økt álitið á løgmann, at hann hevur gingið við uppsagnum í bringulummanum, hevur hótt við uppsagnum og sagt landsstýrismanni upp, tí hann arbeiddi við ætlan, sum løgmaður var tvingaður at gera semju um fáar dagar seinri. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Fyrrapartin veksur hann vindin til hvassan vind av landsynningi og suðri og regn. Hitin um 9 stig. Seinnapartin støkkur hann vesturum til skrið av útsynningi og vestri og ælingur. Hitin fellur niður í 4 til 7 stig. Veðrið fríggjadagin: Hann minkar vindin niður í stívt andøvsgul og lækkar niður í sunnan. Fyrrapartin okkurt ælið, men seinni regn. Hitin framvegis millum 5 og 7 stig. Veðrið leygardagin: Upp í ein strúk av útsynningi og vestri og regn ella ælingur. Hitin millum 2 og 5 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Hann veksur vindin upp í hvassan vind ella skrið av útsynningi og suðri og stundum regn. Hitin kemur upp millum 4 og 7 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst sunnanfyri Svalbard fer eystureftir. Eitt hátrýst yvir Mið-Europu viknar nakað, meðan lýggj og slavin luft rekur móti Føroyum av útsynningi. Í dag: Hósnáttina fer eitt lágrýst sunnaneftir móti Íslandi og dýpist nógv. Hetta lágtrýstið fer síðani í landnyrðing móti Lofoten og aftaná koma fleiri djúp lágtrýst. Fríggjadagur 20. februar 1998 Áki Bertholdsen Tað verður ruðulleiki í fiskivinnuni í nøkur ár ­ Stórur vandi er fyri at øll tey bestu og nýggjastu fiskiskipini fara av landinum. Tað verður reinur ruðuleiki í nøkur ár og aftaná verður allur fiskiflotin savnaður á nøkrum fáum, hondum Mikudagin var stórfundur úti í Tinganesi um framtíðina hjá føroyska fiskiflotanum. Á fundinum var tað heilt skjótt, at partarnir býttu seg í tveir partar: Øðrumegin stóðu John Petersen, landsstýrismaður, saman við fiskivinnuumsitingini í Tinganesi. Hinumegin sótu allir teir 30 reiðararnir og avvarðandi at fiskiskipum, sum vóru komin út í Tinganes at lurta eftir, hvørjar ætlanir, landsstýrismaðurin hevur við føroyska fiskiskipaflotanum í framíðini. Og tá ið gjørt varð upp eftir fundin, stóð ein nakin veruleiki eftir, og tað var, at sjónarmiðini hjá hesum báðum pørtunum gingu beint ímóti hvørjum øðrum. Íløgustuðulin burtur Á fundinum mikudagin staðfesti fiskimálaráðharrin einaferð enn, at ætlanin er at taka íløgustuðulin av nú, hóast vinnan aftur vísti á, hvørjar avleiðingar tað fer at hava við sær við tað at ein stórur partur av flotanum fer á húsagang. ­Vit fingu at vita, at ætlanin er framvegis at taka íløgustuðulin av, sum hann er nú, sigur Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, sum var ein teimum mongu á fundinum í Tinganesi mikudagin. ­ Men vit fingu samstundis eisini at vita, at íløgustuðulin skal halda fram, bara uppá ein annan máta. Chris Jan Michelsen sigur, at landsstýrið ætlar, at hereftir skal íløgustuðulin bara latast til at byggja nýggj skip. ­ Hann skal latast til nýbygningar og til at umbyggja tey nýggjaru skip við fyri at javnskipa veiðiorkuna, sum tað eitur. Í tí liggur at stuðulin skal latast at gera skipið meiri effektivt. Hann sigur at tað varð nevnt, at skip, sum vóru eldri enn fimm ár, kundu ikki fáa íløgustuðul til umbygging. Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna sigur, at tað, sum landsstýrið stakk út í kortið, var, at skipaflotin skuldi endurnýggjast, og at fiskurin fyri ein part skuldi virkast umborð. Chris Jan Michelsen sigur, at eftir tí, sum kom fram, klárar raksturin av skipunum ikki at fíggja meiri enn eini 40% av nývirðinum. Og tað varð lagt afturat, at tað hevði bøtt munandi um rakstrarúrslitið um fiskurin varð virkaður umborð. Ongin tók undir við tí Chris Jan Michelsen sigur, at øll vinnan sum hon var, setti seg ímóti ætlanunum hjá Landsstýrinum ­ Vinnan var einmælt samd um, at hetta er ikki rætta løtan at kollvelta fiskivinnuna á sjónum. Og hetta er heldur ikki rætta løtan at gera íløgur. Hóast fiskiskapurin hevur verið góður eina tíð nú, var hann so avbera vánaligur í nógv ár frammanundan. ­ Tí var fiskiflotin í teirri støðu, at hann var akkurát við at koma á føtur aftur og at enn var tað ov tíðliga at fara at tosa um at gera íløgur. ­ Tað varð týðiliga víst á, at sum støðan er, hevur ongin ráð at gera íløgur í nýggj skip. ­ Tað hevur ongin pengar til nú. Lítil munur á nýggjum og gomlum skipum ­ Vinnan vísti eisini á, at tað var skeivt at gera íløgur í fiskiskip nú, tí tað er alt ov lítil munur á effektivitetinum á einum nýggjum trolara og einum gomlum til at tað loysir seg at gera so stórar íløgur, sum talan er um. ­ Tvs, at ein nýggjur trolari fiskar ikki so nógv meiri, og er ikki so nógv bíligari í rakstri, afturímóti einum gomlum trolara, at tað loysir seg at gera so stórar íløgur, sum talan er um. Tað er alt ov lítil munur á rakstrinum til, at tað loysir seg tí trolararnir eru so dýrir. ­ Tað er enntá so, at summir av teimum gomlu trolarunum klára seg betri, enn teir, sum nýggjari eru. ­ Hinvegin vildi vinnan heldur hava, at íløgustuðulin helt fram nøkur heilt fá ár afturat, so at skipini komu rættiliga á føtur aftur, tí ikki fyrrenn tá kundi talan verða um, at ráðini vóru til nýggjar íløgur. Tey bestu skipini fara fyrst av landinum Chris Jan Michelsen sigur, at landsstýrið vísti ikki serliga stórt forstáilsi fyri tí, vinnan førdi fram. Heldur ikki, hóast vinnan førdi fram, at heldur landsstýrið fast við sítt, verður endin, at nógv skip fara á húsagang. ­ Men tað verða tey nýggju og góðu skipini, sum fara av landinum fyrst, tí tey fæst prísur fyri, men tað er ongin vil hava tey gomlu skipini. ­ Ført varð fram, at avleiðingin av hesum verður, at tey bestu skipini fara, men at vit afturfyri verða noydd at keypa gamlar dangur úr Kanada, og aðrastaðni. Tað vil siga, at føroyski fiskiskipaflotin einaferð aftur verður ein floti av gomlum "hentleikatrolarum^3. Flotin skal skerjast og effektiviserast Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna sigur, at niðurlagið hjá John Petersen var, at fiskflotin skal skerjast og effektiviserast. ­ Landsstýrismaðurin tosaði nógv um at miðja eftir at leggja fiskiloyvi saman. ­Men hinvegin førdi vinnan fram, at eitt skip fiskar ikki tvær ferðir so nógv sum eitt og at tvey skip hava nógv betri møguleika enn eitt at tryggja eina javna rávørutilgongd. Reinur ruðuleiki Vinnan var sera illa nøgd við sjónarmiðið hjá Landsstýrinum. Hon stúrdi eisini fyri einari ella aðrari "panikkreaktión^3, kanska frá bankanum nú rakstrargrundarlagið verður tikið undan fleiri skipum. ­ Og hvørjar avleiðingarnar vera av eini slíkari panikkreaktión er ikki til at siga, og tað kann verða so skjótt at missa tamarhaldið fulkomiliga á støðuni. Men tað er í øllum førum greitt, at fær landsstýrið politiskt viðhald fyri sínum sjónarmiðjum, verður tað tann reini ruðulleiki í fiskivinnuni í eini skiftistíð, sum fer at vara nøkur ár, til alt er komið í rættlag aftur. ­ Hetta vísti vinnan á, og tað ásannaði landsstýrið eisini, at so verður. ­ Tað er eisini púra greitt, at landafrøðiliga fer fiskivinnan í Føroyum at broytast munandi. ­ Tvs, at í økjum, har fiskivinna nú er, fer hon kanska at hvørva, men at hon fer at taka seg upp, ella at styrkna aðrastaðni. Chris Jan Michelsen sigur, at tað er eisini púra greitt, at fiskivinnan fer at savnast á nøkrum fáum, kapitalsterkum hondum. ­ Tað er hent í Íslandi og tað fer eisini at henda her. Hann sigur, at fiskimálaráðharrin bleiv við at ugga vinnuna við, at hendan umleggingin, sum ætlanin nú er at fara undir, gekk Í Íslandi og hon gekk í Noregi og at hon fór nokk eisini at ganga í Føroyum. ­ Men hetta er ikki so einfalt, sigur Chris Jan Michelsen. ­Tí í nogvum londum m.a. í Noregi og í øllum ES, eru serligar lógir gjørdar, sum tryggja lívsgrundarlagið í útjaðarunum. ­ Men í Føroyum roynir landsstýrið at skera fiskivinnuna eftir sama leisti sum lond, sum hava fleiri ferðir so stórar grunnar, sum vit. Men tað verður gjørt uttan at slíkar fylgilógir verða settar í gildi, sum tryggja lívsgrundarlagið í útoyggj. ­ Íslendingar gjørdu lítið burturúr at tryggja útjaðaran. ­ Men har eru eisini stórir trupulleikar. M.a. hava trý verkføll verið nú í stutta tíð. Niclas Johannesen Kristian Blak gevur gamla barnafløgu út aftur av nýggjum Plátufelagið Tutl endurútgevur barnaútgávuna "Nu ska vi u å sejle" eftir Kristjan Blak, sum á fyrsta sinni kom út í 1977. Tónleikin á tí nýggju fløguni spæla í veruleikanum legendariski bólkurin Kræklingar. Hóast tað ikki stendur á húsanum, so syngur Kolbein Simonsen eisini á fløguni - á gøtudonskum! Í tí vaksandi dunga av endurútgivnum útgávum á føroyska marknaðinum telist nú eisini "Nu ska vi u å sejle". Lat tað vera sagt beinanvegin: Henda útgávan er nakað serligt! Ikki bara tí at allur teksturin er so fjákutur sum bara danskir tekstir kunnu vera, og at Kristian Blak hevur gjørt eina frálíka samanhangandi barnasøgu um eitt áarross. Heldur ikki bara tí, at tú hoyrir legendariska bólkin Kræklingar spæla og Ólavur Øster prógvar, at búði hann ikki í Signabø, so hevði Eric Clapton helst slettis ikki torað at verið edrúur so leingi, sum hann hevur. Ólavur er snøgt sagt í kanónformi. Kolbein syngur! Nei, orsøkin til tað nakað heilt serliga er ein heilt onnur: Tú skalt inn í kjarnina sjálva. Har stendur Kolbein Simonsen í síni klassisku skipstroyggju. Og ongantíð havi eg flent so nógv í 1998, sum tá rødd Kolbeinar skelvandi sigur:"Du må ikke sejle for langt væk!" Kolbein er bedstefar, og seinni á fløguni útfoldar hann seg rættiliga. Hann prátar gøtudanskt og syngur! Hetta er fantastiskt.! Ein dýrgripur fyri føroyska list. Um fløguna kann annars sigast, at løgini hava ein norðurlendskan post-hippie-vísudám, og Kristian er bestur á lagnum "Solsang 1". Ein frálík kompositión. Niclas Johannesen Norski Remi spælir á føroyskum útgávum Norski trummuspælari Remi Fagereng er í hesum døgum og spælir Í JakZac Studio í Havn. Hevur tú fylgt við føroyskum tónleiki seinastu tvey árini, so hevur tú eisini lagt merkið til eitt rættiliga fast norskt innslag. Talan er um trummuleikaran Remi Fagereng. Hann kom til Føroya í 1995 og virkaði sum lærari og Tórshavnar Musikkskúla. Og hóast hann fór til Norergs aftur á sumri 1996, so hevur hann vitjað dúgliga aftur í Føroyum. Hann spældi við í Skeyk í Norðurlandahúsinum í fjør. Fyrsta fløgan, hann spældi við á, var útgávan hjá Mark No Limits fyri skjótt tveimum árum síðan. Jóhannus á Rógvu Joensen hevur eisini trúliga brúkt Remi á flestu av teimum útgávum, hann hevur produserað - eitt nú útvarpsfløgurnar, Skeyk og Síðsta Skríggj. Jákup bílagt Remi Hesaferð er tað so Jákup Zachariassen, ið hevur fingið norska trummuspælaran hendavegin. - Vit eru í gongd við trý ymisk projekt, og tá tað skuldi arbeiðast skjótt og gott, so settu vit okkum í samband við Remi. Og norski trummuleikarin hevur arbeitt sera skjótt. Longu fyrsta dagin hevði hann spælt inn allar trummurnar til komandi fløguútgávu hjá Peturi Jacobsen. Talan er um popptónleik, ið hevur nakað av westcoast dámi yvir sær. Eisini ein útgáva við Edmund Jacobsen er á skránni. Føroyski rocksangarin, sum er kendur frá Chase og Rockmonnum, hevur seinastu árini búð í Danmark. Í summar verður hann so klárur við eini nýggjari poprock solo-útgávu á enskum. Nógv brúktur í Noregi eisini - Mær dámar sera væl at koma henda vegin og spæla, sigur Remi, ið er kendur fyri at vera sera lættur og seriøsur at arbeiða saman við - líkamikið hvat slag av tónleiki talan er um. Eisini í Noregi er boð eftir manninum, sum býr í Hønefoss, ið liggur tætt við Oslo. Remi skal til Barcelona við einum kóri í næsta mánað. Og so spælir hann við rúgvu av minni bólkum eisini. Tað, sum eg tó eri mest spentur upp á, er ein komandi fløga við brit-popp-bólkinum Mad Day Out. Hetta er ein nýggjur bólkur, og vit hava júst fingið ein plátusáttmála. Ætlanin er at fløgan skal koma út í summar. Lurtar eftir Van Halen Remi er kendur fyri at fevna vítt tónlistarliga. Hann er útbúgvin á konservatorium í Kristianssand. Seinastu árini hevur hann arbeitt og lurtað nógv eftir sokallaða westcoast tónleikinum, har trummuspælarar so sum Steve Gadd, Winnie Colaiuta, John Robertson og Jeff Porcaro, sáli, eru kongar. Tað hoyrist eisini á hansara spæli. Seinastu tíðina havi eg tó lurtað mest eftir gomlum Van Halen fløgum! Eg eri í løtuni eitt sindur troyttur av tí poleraða tónleikinum, sigur Remi. So gongur leiðin aftur í studio at spæla fleiri sangir inn. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Í kvøld er Gekkasendingin eitt ár Í kvøld er 48. ferðin Gekkurin er á skíggjanum í SvF. Rudolf Joensen, sum hevur verið við frá byrjanini og Anna Rein, nýggi verturin, halda tað bara vera stuttligt at luttaka. - Hetta er eitt spæl fyri spælarar, men tað gevur eisini SvF møguleikar at gera aðrar sendingar, siga tey vertirnir, sum fara at borðreiða við onkum serligum í kvøld Gekkavertarnir báðir Anna Rein og Rudolf Joensen Fyri einum ári síðan varð fyrsta Gekkasendingin í SvF, og hon gjørdi m.a. vertirnir Anju Skaale og Rudolf Joensen til fólkaogn eftir sløkum tíma. Gekkurin er hetta árið vorðin yndissending at tosa um - bæði millum teirra, ið dáma at spæla Gekk, men eisini millum fólk, sum ikki torga sendingina. Rudolf Joensen heldur, at tað var óhugnaligt at fara millum fólk í fyrstuni ella tá fólk kendu hann aftur á gøtuni. Tað var ov nógv av tí góða, men sum fráleið, vandi hann seg við tað. Serliga løgið var tað at fólk komu at tosa við meg, eins og kendu meg persónliga. Stuttligt at hitta børn Stuttligari eru børnini, tí tey eru náttúrliga forvitin, og geva seg til kennis á sín serliga hátt. Tað er ofta stuttligt at síggja, hvussu smábørn toga í mammuna, tá tey hitta meg onkunstaðni. Ein smádrongur tók einu ferðina upp í saman: "Hann er sama slag sum Rudolf í sjónvarpinum^3. Smádrongurin dugdi ikki at skilja, at persónurin á skíggjanum og á gøtuni, var tann sami maðurin, sigur Rudolf. 20 ára gamla Anna Rein er nýggur vertur í sendingini. Hon hevur verið við einar seks ferðir, og dámar arbeiðið sera væl. Hon kom inn ístaðin fyri Anju Skaale, sum er farin til Danmarkar at ganga í skúla. Av tí at Anja einu ferðina í fjør heyst fekk forfall, varð eg biðin at koma við í Gekkasendingini, sigur Anna. Hon hevur áður arbeitt í SvF, og sum hon sjálv tekur til, skuldi sjónvarpsleiðslan finna ein ósmædnan persón, sum kundi taka yvir leiklutin hjá Anju, eftir einum degi. Tað gekst Onnu Rein væl hesa einu ferðina, og hon er nú fastur vertur, umframt at hon skipar fyri at fáa vinningar til vega og skipar arbeiðið í samband við sendingina. Ikki Gekkaspælari Vart tú gekkaspælari áðrenn tú gjørdist vertur? Nei, ikki annað enn at eg spældi við fyrstu ferðirnar, men so gloymdi eg tað aftur, Tað er so nógv hjá ungfólki at fara til fríggjakvøld, sigur Anna. Gekkurin verður sendur beinleiðis. Tað merkir, at alt, sum fer fram á skíggjanum, er avtalað frammanundan. Undantikið er tó prátið, tá fólk ringja inn. Tá Anna og Rudolf byrja sendingina, eru tey bundin í sendistovuni til sendingin er av. Tey hava bert samband við teknikarar o.o. sum samskipa, gjøgnum ein oyrasnigil. Tað krevur nógv av teimum, sum eru í Gekkastovuni. Onkuntíð hava tey bæði Anna og Rudolf verið illa fyri, tí tey ikki mintust, hvat tey skuldu siga og gera. Torført ikki at flenna Serliga einu ferðina, tá Rudolf skuldi dagfesta ein kjekk. Hann hevði gloymt hvør dagurin var, og spurdi meg, men eg hevði eisini gloymt tað. Tá ræður um at bera skjótt at, men tíbetur fingu vit boð um tað í oyrasniglinum, sigur Anna. Rudolf minnist serliga einu ferðina, tá ein veggur millum gekkastudio og upptøkurúmið rapaði, júst sum sendingin byrjaði. Hann royndi at gera teknikarunum og telefonpassarunum hetta greitt, men tey skiltu tað ikki. Eg noyddist at lata sum einki, men tað var torført at halda skil á, tá eg hoyrdi alt sum fólkini kring okkum søgdu og gjørdu, uttan tó at tey vistu av hesum, sigur Rudolf. Tað kann eisini vera torført at halda sær, tá Rudolf, sum er ógvuliga skemtiligur, sigur okkurt stuttligt, beint áðrenn eg skal siga tølini, sigur Anna. Tá ræður nevniliga um at vera álvarsligur og tosa, so fólk hoyra, hvørji tølini eru. Tað er onkuntíð komið fyri, meðan eg standi har og bert skal hugsa um tølini, at tankarnir fara at reika, og at eg fór at flenna og ikki fekk afturhald.Tað er ikki sum at siga tað, sigur Anna Rein Fyrireikingararbeiðið til gekkasendingina er umfevnandi, hóast tað sær so einfalt út. Pyntast og greiðast Sjálvan sendidagin er serliga nógv at gera. Tey bæði tosa fyrrapartin um, hvat er hent í vikuni, og avtala leysliga, hvørji evni skulu takast upp í sendingini. Síðani fær ein klædnahandil til uppgávu at lata vertirnar í, eins og farið verður á onkra hárfríðkanarstovu at snøgga hárið. Spurdur, hvssu leingi Rudolf ætlar sær at vera "Gekka-Rudolf^3, sum hann verður kallaður, sigur hann, at tað fyribils verður fram til summarfríðina. Tá fer hann at taka læraraskúlaprógv. Hann ætlar sær eisini at royna útbúgvingina, men at torført er at fáa lærarastarv á meginlandinum. Kanska endi eg úti á onkrum smáplássi, sum lærari og deknur, og so er óvist at eg fáa møguleikar at koma til Havnar hvørja viku, sigur Rudolf skemtandi. Í kvøld verður okkurt serligt havt á lofti í Gekkasendingini, í samband við eitt ára dagin,men hvat tað verður, fáa vit ikki at vita fyrr enn í kvøld. Niclas Johannesen Nýtt studio í Havn Jákup Zachariassen er maðurin aftan fyri nýggja tónleikastudio JacZac Studio, ið longu er bílagt fleiri mánaðir fram í tíðina Uttan stórvegis hóvasták hevur Jákup Zachariassen seinasta hálva árið spakuliga arbeitt við at byggja eitt upptøkustudio í Havnini. Nýggj høli eru innrættað í kjallaranum í stóru reyðu húsunum við Krosslíð (gamli bygningurin hjá Føroya Banka). Og longu nú eru fleiri útgávur um at verða klárar harífrá. Tann fyrsta verður við Jóannes Jakobsen, ið hevur arbeitt øll jólini við triðju fløguni hjá sær. Hon kemur eftir ætlan út 25. apríl, flaggdagin. Eisini Lena Anderssen er um at vera klár við síni fyrstu fløgu. Hesar dagarnar produserar Jákup so sjálvur eina útgávu við Peturi Jacobsen. 32 spor digitalt Høvuðsútgerðin eru tvey16 spor digital upptøkutól. Mikrofonútgerðin og innspælingarmøguleikarnir eru annars av besta slag. - Eg haldi, vit hava fingið eitt frálíkt trummuljóð nú Remi (Fagereng, blðm.) spælir inn. Digitala maskinan vit brúka er eisini av besta slag. Talan er í roynd og veru um eina maskinum, ið verður brúkt í toppstudio kring allan heim. Eitt nú kann nevnast, at Óli Poulsen í dag at kalla bara arbeiðir við hesi maskinu, sigur Jákup Zachariassen, sum eisini hevur eitt ávíst samstarv við Óla Poulsen. Teir kennast væl frá gomlum døgum. Stórur áhugi Jákup Zahcariassen sigur, at hóast onki hevur verið fyri at gera vart við nýggja studio, so eru longu nú fleiri, sum hava spurt seg fyri at sleppa inn. Eitt nú er tað rættiliga vist, at Moirae fer í studio í mars mánað fyri at spæl inn løg til komandi útgávuna hjá teimum. Regin Guttesen hevur eisini arbeitt í JacZac við ein nú at gera tónleik til komandi náttúrusendingar í SvF. - Sum tað sær út nú, so er áhugin sera stórur fyri at koma her og spæla inn. Í summum førum bjóða vit okkum til at gera allan tónleikin lidnan hjá teimum, ið ynskja at gera útgávur, men sum ikki hava ein fastan bólk. - Hetta er eitt nú tilfeldið við nýggju útgávuni hjá Peturi Jacobsen, sigur Jákup Zachariassen. Hilmar Bech Teir settu upp í Sumba Zacharias Bech, vanliga nevndur skómakarin í Hólinum var sum nevnt við Klovabátinum, og tá hann var 85 ár greiddi hann soleiðis frá: Tað var ein deiligur vetrardagur í torratíðini, eg minnist ikki akkurát árið, men tað var síðst í 1800-talinum; eg haldi tað var leygardagin áðrenn føstulávint, umleið miðjan februar. Í torratíðini róðu bátar úr Porkeri og aðrir bátar við Vágsfjørð á Dalagrynnuna, sum liggur eystur úr Akrabergi, og her fingu vit mangan góðan fongin. Henda dagin sóu vit fleiri bátar úr Vági fara út eftir fjørðinum, og so vórðu útróðrarboð givin, og vit fóru á mølina at draga bátin. Henda morgunin var pápabeiggi mín, Dánjal Pauli Bech, í Skálanum farin á heiðina eftir torvi í Porkerisnesi. Tá hann var komin aftur og hevði sett leypin av sær, fór hann inn og spurdi tá, hvar sonurin Hans Jacob var. Konan svaraði, at hann var farin til sjós. Til sjós tekur hann aftur í aftur; tað fekk hann seg illa at trúgva, og so fór hann í skundi oman á mølina. Tá Dánjal Pauli kom á mølina, høvdu vit drigið bátin oman í flóðina, og vóru í ferð við at leggja sjóklæðir og aðra útgerð inn í bátin. Tá sigur Dánjal Pauli, at hann væntaði ikki nakað gott veður, hann fór helst at koma høgt í ættini, tí hann hevði verið úti í Porkerisnesi, og luftin var so myrk at síggja norðureftir, so Dánjal Pauli væntaði, at hann fór at brenna á, men vit sum yngri vóru, tóku ikki henda spádóm hansara í álvara, tí veðrið var so gott og sólin skein. Vit løgdu so frá landi, og hýrurin var góður. Meðan vit róðu suðureftir, settu vit seglið á, men tað hekk mest og kastaði, tí tað var bert eitt lot, sum fleyraði av ymsum ættum. Men so við eitt, tá vit vóru komnir nakað væl út suður úr Baglhólmi, ja so langt, at vit sóu bátarnar á Dalagrynnuni, tá brann hann á av landnyrðingi, og tað kom sum skotið úr byrsuni, tað var stormur við tað sama, og hann glaðaði eftir sjónum. Vit sóu við tað sama, at vit høvdu ongan møguleika til at koma norðureftir aftur ímóti veðrinum. Har var einki at himprast við, vit máttu repa seglið, og so royna at halda undan veðrinum, kanska vit høvdu møguleikan til at sleppa vestur um Akrabergstanga og so lenda í Sumba, um tað var kyrt har. Meðan vit soleiðis sigldu undan, fekk báturin einaferð eitt sovorðið rend fram av einum óløgi, at ráin kvettist av um miðjuna; ikki tí, tað var eitt gott træ. So var einki at gera uttan at fáa mastrina niður, og so tóku vit ta aftaru mastrina (spritmastrina) og settu hana fram í toftubekk og settu spritseglið á hana, og sjálvt um hetta seglið var lítið, so var tað nóg mikið at sigla við, tí vindurin var so nógvur, og ferðin var góð. Síðani gekk ein løta, og tá fingu vit ein skvamp, sum breyt ólagaliga og á spritstongina, so hon brotnaði; vit máttu tí leggja seglið, og tá vóru bert árarnar at líta á. Men vindurin var so nógvur, at báturin gekk nógv skjótari álíkavæl. Tað brutu nógv stór óløgi, men tíbetur sluppu vit undan teimum flestu. Tað skal sigast, at vit høvdu ein avbera góðan róðursmann, gamli Jóhan við Breytaliða. Í slíkum veðrið hevði tað nógv at siga, hvussu róðursmaðurin dugdi at bera seg at, tað sá út sum um hann leitaði millum óløgini. Tað var so mikið liðið á streyminum, at tað var um at vera vent norður á Akrabergstanga, og hevur rákið tikið undir seg og tað rekur í ættina á stronginum, tá er altíð óslætt. Norðanvert á Akrabergstanga fingu vit eina fylling aftanífrá, og fleiri óløgi brutu. Tá trúði eg, at tað var okkara síðsta. Tað var øgiligt at síggja, tað var sum at síggja upp í ein hamara, tað hekk ordiliga innyvir. Men tað er ótrúligt, hvat ein bátur kann klára; hann var mest sum allur samal undir frá stavni í stavn, og hann stóð so eftir endanum, at vit kundu ikki sita á bekkinum, men máttu taka í bekkin aftanfyri fyri at halda okkum, men báturin rann sum eftir einum snóri; hvussu lítið vit vóru komnir til síðuna, vóru vit runt. Breyt hetta óløgið einaferð afturat, so vóru vit á landi, og so kom eingin við lívinum. Árarnar í innara borðinum vóru í brotinum tá avtornaði, men har er atdjúpt og reint, so vit komu suðurum í heilum skapi. Tá vit komu vesturum Akrabergstanga, komu vit saman við einum báti av Økrum, sum 5 menn vóru á. Vit fylgdust so vestureftir Sumbiarfirði og lótu teir rógva undan, tí vit vóru púra ókunnugir har á leiðini og hildu, at teir kendu betri umstøðurnar. Tá vóru nakrir bátar úr Vági komnir vesturum og høvdu sett upp á Sumba. Í Sumba var hvør maður, ið ganga kundi, á mølini til at bjarga bátunum, sum komu. Sumbingar høvdu ein planka við bandi á hvørjum endanum, sum teir løgdu undir bátarnar til lunn, og tveir menn stóðu útií til at taka ímóti bátunum; teir høvdu band á sær, tí tað skolaði eitt sindur í. Hjá okkum var tað soleiðis, at vit komu eitt sindur ólagaliga fyri. Tað var rennisjógvur, og báturin fór eitt sindur tvørur, men vit stungu frá aftur, og aðru ferð gekk betri. Sumbingar tóku ímóti bátinum, og vit sluppu ikki úr honum fyrr enn langt uppi í mølini. Ein annar bátur úr Porkeri við 7 monnum fór eisini til útróðrar hendan dagin, og tað var >>Heygabáturin<<, men teir vóru eitt sindur aftaná okkum frá landi og vóru tí ikki komnir so langt suður, tá veðrið brast á. Vit sóu teir leggja inn ímóti Mýrafirði, helst við tí fyri eyga at lenda á einum staði norðast í Mýrafirði, ið nevnist Trælaurð. Vit tosaðu okkara millum um, at vit høvdu hoyrt frásagt, at ein bátur einaferð í tíðini skuldi hava neyðlent har, og menninir vórðu bjargaðir. Okkara bátur og allir hinir, sum lendu í Sumba, blivu so drignir niðan undir vegin. Sumbingar søgdu, at vit skuldu ikki hugsa um bátin, honum skuldu teir taka sær av. Vit vórðu bodnir til hús í Sumba og fingu mat og heitt at drekka og tað kom væl við. Vit fingu eisini húðaskógvar og onkur fekk rotuskógvar upp á føturnar, áðrenn vit fóru til gongu. Tá var eingin telefon og heimafólkið í Porkeri visti einki um bátarnar, og tí sótu tey bangin og við óvissuni um tey nakrantíð sóu okkum aftur. Pápi mín Zacharias Bech (Gamli Zakarias) fekk nakrar menn afturat sær, og teir mannaðu eitt áttamannafar, sum teir róðu við til Loprara, og haðani ætlaðu teir at ganga til Sumbiara, tí teir mettu, at tað var einasta vón, um vit vóru slopnir suður um Akrabergstanga, og at vit so høvdu lent í Sumba. Teir máttu leggja grót í bátin, áðrenn teir løgdu suður um fjørðin. Tá vit vóru komnir nakað niðan í bøin í Sumba, steðgaðu vit á fyri at hyggja út yvir havið, tí tá sást eitt sindur, tá var ikki so nógv rok. Tá var ógvisligt at síggja út gjøgnum Røstina, tí tá var norðurrákið harðna, og tað rak í ættina. Tá vit vóru komnir norður um Hestin, síggja vit tríggjar menn koma ímóti okkum, og tá vit nærkaðust, kendi eg, at tann eini var pápi mín og hinir báðir Magnus Magnussen á Klovanum og Dánjal Johs. Klyver (Klyvar). Hesir tríggir søgdu, at teir á vegnum til Sumbiar høvdu møtt eini manning av einum báti í Vági, sum var settur upp í Sumba, men teir søgdu seg einki vita um Porkerisbátarnar, tí teir kendu ongan, men teir søgdu seg tó hava sæð gamla Johan við Breytaliða, hann kendu teir. So vistu hesir tríggir at Klovabáturin var komin, tí Johan var við honum. Men nú vistu vit einki frá hinum porkersibátinum >>Heygabátinum<<. Vit bóðu so pápa mín og hinar báðar porkeningarnar fara oman til Víkabyrgis og biðja menn úr Víkabyrgi fara suðureftir fram við strondini til at hyggja, tí tað kundi henda at menninir á Heygabátinum vóru komnir á land onkustaðni og ikki sluppu upp, tí berg var fyri. Tá teir komu nakað oman móti Vikabyrgi, møttu teir manningini á Víkabyrgisbátinum, sum hevði sett upp í Sumba, og teir søgdu seg at hava møtt manningini á Heygabátinum; tað reyk illa, men so vistu teir, at tann manningin var eisini bjargað, og síðani hildu teir leiðina til Loprara aftur, og tá var hýrurin betur á øllum. Ferðin um fjørðin úr Lopra til Porkeris gekk bara væl, tí nú vóru vit væl mannaðir at rógva, og vindurin var eitt sindur linari. Tá vit komu aftur til Porkeris fóru boð um bygdina at siga frá, at báðar bátsmanningarnar vóru bjargaðar, og tá var frøin stór. Dagin eftir reyk ikki so illa, men tað var nakað av vindi, og vit fóru í kirkju, men tá vit komu aftur úr kirkjuni, brann hann á aftur við ódnarstormi av landnyrðingi, av tí ringasta, sum nakar her á leið kann minnast. Landnyrðingur er kyrruætt í Sumba, men har var so nógv brim, at sumbingar máttu draga bátarnar longur niðan, so teir ikki tóku út. Týsdagin var veðrið betri, og vágbingar fóru eftir teirra bátum, men vit bíðaðu til ónsdagin. Tann dagin var veðrið gott, og vit fóru til gongu til Sumbiar. Tá vit fóru úr Sumba við bátinum, tosaðu vit um at fara út á Dalagrynnuna, men tá vit komu á Akrabergstanga, slógu vit av og róðu beinleiðis til Porkeris, men aftaná iðraðu vit okkum, tí vit frættu, at vágbingar, sum høvdu verið eftir teirra bátum týsdagin, vóru á Dalagrynnuni henda ónsdagin, og har fingu teir nógvan fisk. >>Heygabáturin<<, sum hevði sett upp á Trælaurð, varð tikin út av brimi. Um eg minnist rætt, so vóru tað fimm tíggjumannafør og tvey áttamannafør úr Vági, ein bátur úr Víkabyrgi við 5 monnum, ein bátur av Økrum vi ð 5 monnum, ein bátur úr Lopra við 5 monnum og so >>Klovabáturin<< úr Porkeri við 7 monnum, sum settu upp í Sumba hendan dagin; um eg minnist rætt vóru tað 88 menn tilsamans og so teir 7 við >>Heygabátinum<<. Um Várharra ikki lagaði tað soleiðis, at vit sluppu suður um Akrabergstanga, áðrenn norðurrákið harðnaði og tað fór at reka í ættina, so var neyvan nakar av okkum á lívi, og tí skal Hann eiga æruna, sigur Zacharis Bech at enda. Tíverri fekk eg ikki nøvnini á øllum 7 monnunum, sum vóru við >>Klovabátinum<< hendan dagin, men hesir vóru við: Johan Johannesen (eldri) Úti á Klova Johan Mortensen (yngri) Úti á Klova Zacharias Bech í Hólinum Hans Jacob Bech í Skálanum Hans Chrisoffur Larsen á heyggi Og so 2 aðrir. - - - Soleiðis hevur Zacharias Bech greitt frá stutt áðrenn hann andaðist í juni 1960, tá var hann 85 ára gamal. Porkeri tann 18/2-98 Hilmar Bech Hilmar Bech Teir settu upp í Trælaurð Frásøgn eftir Jóhan Paula, Veihe, sum Edvard Jacobsen, sáli, lærari í Sumba, hevur skrivað niður í 1964 eftir áheitan frá Hilmar Bech. Tá ið Jóhan Pauli Veihe var blivin gamal, flutti hann til Sumbiar til dóttrina Svanhildu at búgva, og hann var 81 ára gamal tá hann gav hesa frágreiðingina. Tað var í árinum 1898. Fríggjadagin fyri føstulávint var toluligt veður, hóast tað var sovorðin >>umlámingur<<. Hann var vestligur í ættini, og menn væntaðu, at hann fór at koma høgt, og høvdu tí lítlan hug at fara til útróðrar. Jóhan Úti á Klova, ið var farin >>inneftir<< (til Vágs) til arbeiðis, sá nú >>sunnanbátarnar<< fara til útróðrar. Hann kom so aftur við ein >>storm<< og setti kuril í alt. Bert tveir bátar fóru úr Porkeri til útróðrar hendan dagin, men nógvir sunnaneftir. Báturin, ið Jóhan Pauli var við, nevndist >>Heygabáturin<<. Vanliga høvdu teir ikki sernøvn á bátum tá, men nevndu teir eftir býlingum í bygdini. >>Heygabáturin<< var heldur gamal bátur og bleiv nýttur av 7 monnum. Við bátinum henda dagin fóru til útróðrar hesir menninir: Poul Weyhe, Uttan Heyga Johan Weyhe, Uttan Heyga Hans Pauli Weyhe, Uttan Heyga Olivur Weyhe, Uttan Heyga Magnus Weyhe, í Nøkrum (var ættaður Uttan Heyga) Joan Pauli Weyhe, í Nøkrum og Magnus Johan Larsen, í Gjørðum. Henda dagin var Poul Uttan Heyga formaður á bátinum. Ein annar maður, vanliga nevndur gamli Jákup ella Jákup á Fløttinum, plagdi at vera við >>Heygabátinum<<, og hann var altíð formaður, tá hann var við. Harafturímóti plagdi Magus á Gjørðum ongantíð at rógva út við >>Heygabátinum<<, hvørki fyrr ella seinni enn henda dagin. Hesin gamli Jákup var pápi Petur Müller, havnarfúta í Vági. >>Heygabáturin<< skuldi henda dagin fara á Dalagrynnuna, men tá ið teir vóru komnir suður um Baglhólm, var hann komin av landnyrðingi við nógvum vindi. Poul Uttan Heyga mælti fleiri ferðir til at venda aftur, men summir mæltu frá. Poul segði, at tað var ikki tí, at bátarnir vóru farnir út at rógva, tað sá hvør maður, at hann fór at koma høgt í ættini. Vindurin vaks í hvørjum, so eftir eini løtu var vónleyst at fara norður um Baglhólm aftur; tað var meiri vindur enn so. Poul hvepti seg við at fara suðurum, við tí fyri eyga at seta upp í Sumba, tí hann helt, at koma suður um Lambafles á landnyrðingi, tá ið streymurin fór beint í ættina, bleiv ikki tespiligt, tað vistu teir allir, teir vóru ov seinir á streyminum til at fara suður um >>Endan<<. Allir hini bátarnir fóru suðurum, eisini hin porkerisbáturin, tí teir sluppu ongan annan veg. Teir komu allir vegin fram til Sumbiar. Við >>Heygabátinum<< róðu teir inn fyri Trælurð, sum er norðan fyri Mýrarbyrgi. Har við urðina er ein hella, og eftir eini fylling rópu teir bátin inn eftir helluni. Báturin fór nakað tvørur upp eftir helluni, og Jóan Pauli mundi komið undir bátin, tá ið teir lupu út úr honum. Teir fingu tó bjargað bátinum í øllum góðum og settu hann millum sjálvt bergið og Trælurð. Har skoraðu teir hann væl við stórum steinum úr urðini. Tvær byrsur høvdu teir við, og tær blivu rendar inn ímillum urðargrótið, og síðani byrgdu teir grót út yvir tær. Úr Trælurð fóru so hesir 7 menninir til gongu eftir eini seyðarás í berginum. Har var ógvuliga ringt at ganga, tí kavi var og ísur lá eftir rásini. Jóan Pauli heldur, at um ikki kavin var so harður, men bleytur í staðin fyri, so komu teir ongan veg. Teir tóku bátstog við sær og høvdu tey ímillum sín at styðja seg við. Eisini tóku teir kleppjørn úr bátinum við sær til at høgga í ísin við. Tað gekk smátt við at koma upp, og einaferð komu teir til ein nasa, har tað sá vónleyst út at sleppa um. Pápi Jóan Paula, Magnus í Nøkrum, fór undan og royndi við kleppjarni og á øllum fýra at sleppa um nasan, og hetta eydnaðist. Allir høvdu gingið uttast eftir rókini ella seyðarásini, og Magnus í Nøkrum hevði havt tvey kleppjørn at loysa ísin við, sum lá á rásini. Tá ið teir komu til nevnda nasa, vóru vølltoppar upp tann vegin móti eggini, men har hekk so nógvur skalvur. Hendan vegin vildi Magnus í Gjørðum sleppa upp, men hinir fingu hann frá hesum, tí skalvurin kundi loysna á teir allar. Tá ið pápi Jóan Paula var komin um nasan, fór Jóan Pauli sum næsti maður um nasan. Hann sigur, at vanliga gekk hann aftastur upp, men hinir vildu hava seg at fara undan hinum, nú pápi hansara var farin yvirum. Hann sigur, at hann var heldur óskoytin í tí, hann skuldi fara yvir um nasan. Ein steinur fóru undan aðrari hondini á honum, og hetta mundi volt tað, at hann fór aftaná, men togið lá uttan fyri og helt aftur. Pápi Jóan Paula segði til hinumegin nasan, og helt í hin endan á tognum, og hinir hildu í annan endan. Tá ið allir vóru komnir um nasan, bleiv gingið eftir rásini at einari veit ella lítlari á, sum hann sigur, at teir nevndu >>Lítla veit<<, tá ið teir tóku ýtir á Dalagrynnuni. Hetta var ein langur teinur at ganga. Upp við hesi lítlu ánni bleiv so gingið við bondum ímillum sín, men har vóru nógvar >>forfaringar<<, og drúgt var, áðrenn teir komu upp á eggina. Tá vóru allir glaðir, sigur Jóan Pauli. Poul Uttan Heyga fór til gongu beinanvegin - undan hinum sum boðberi. Hinir seks fóru til gongu niðan eftir Mýru, tungt var at ganga, tí teir sukku ofta niður í kavan. Tá ið teir komu á Aksl-arenda, møttu teir víkarbyrgismonnum - Petur hjá Lisu og øðrum - og tosaðu við teir. Víkarbyrgismenn høvdu sett upp í Sumba. Jóan Pauli sigur, at teir høvdu dagljóst til Vágs, men tá ið teir komu til Vágs, tendraðu vágbingar lampurnar. Teir gingu allan vegin líka til Porkeris. Morgunin eftir ætlaðu teir at fara at vita um bátin, sum í Trælurðini stóð. Tað lýsnaði seint um morgunin, og luftin var myrk og ljót. Teir ivaðust í um tað mundi vera kyrt, men tá ið dagurin kom av álvara, kom tann rætti stormurin, og tá bleiv húsaskaði. Um nakar bátur var á havinum tá, kom hann ikki aftur hvørki til Sumbiar ella aðrastaðni. Hann var landnyrðingur í ættini. Hjá Gamla Læarsi fór hoyggjhúsveggurin, og Uttan Heyga fór eitt loftsvindeyga inn. Sumbingar fóru norður á Mýri til at vita, hvussu vorðið var við bátinum í Trælurðini, men tá ið teir komu hagar, var >>Heygabáturin<< tikin út av briminum. Tá ið veðrið batnaði aftur, fór gamli Dánjal Petur á Bakkanum í Porkeri suður í Trælurðina við báti, og har fann hann báðar byrsurnar aftur, tær lógu har tær vóru lagdar millum urðargrótið. Annars sigur Jóan Pauli, at tað frættist til Porkeris tvey ár seinni, at meginparturin av rásini, har teir gingu upp, leyp burtur. So merkiligt var tað sigur Jóan Pauli, at heystið fyri í 1897 vóru mest sum somu menn og dyrgdu suður við landinum, suður ímóti >>Røstini<<. Hetta bleiv ofta gjørt í góðum veðri. Komnir suður fyri Trælurð, tosaðu teir um, at gomul søgn var í Porkeri, at ein porkerisbátur einaferð í tíðini skuldi hava sett upp í óveðri í Trælurð. Teir hugdu tá nærri at urðini - urðin er heldur lítil - og teir hildu, at hetta væl kundi hava borið til. Várið eftir komu hesir somu menninir í sama karið, sum hin báturin, og teir bjargaðu lívinum. Teir vóru sostatt ikki heilt ókendir við lendingarviðurskiftini í Trælurð og bergið har. Jóan Pauli sigur, at hann hevði einaferð tosað við Poul á Gøtuni í Sumba um hetta, og báðir vóru samdir í tí, at hetta var mest sum eitt >>forbereiðilsi<<; lagnan førdi teir at kanna Trælurð, áðrenn teir sjálvur skuldu seta upp har. Hilmar Bech Ein minniligur útróðrardagur Hilmar Bech, lærari í Porkeri hevur savnað tilfarið um tann tiltikna ringa útróðrardan síðst í 19. old, sum kundi verið sannur skaðadagur fyri Porkeris bygd Hilmar Bech leggur til rættis Í teirri tíðini, tá føroyingar brúktu árabátarnar til útróðrar, eru tíverri mangar hendingar farnar fram, har nógvir ikki bóru boð í bý, meðan aðrar frásagnir eru um tilburðir, sum sigast kann um, at tað var eitt undur at teir komu aftur. Her í Porkeri hoyrdi tú eldri fólk ofta siga frá einum ringum útróðrardegi síðst í 19. øld, sum kundi verið ein sannur skaðadagur her á okkara leiðum. Henda dagin fóru tveir bátar úr Porkeri til útróðrar. >>Heygabáturin<< við 7 monnum og >>Klovabáturin<< (Úti á Klova) eisini við 7 monnum. Tveir av teimum monnunum, sum vóru til útróðrar henda dagin, annar við >>Heygabátinum<<, Jóan Pauli Weyhe í Nøkrum, og hin við >>Klovabátinum<<, Zacharias Bech í Hólinum, náddu so høgan aldur sum 87 og 85 ár. Tað eydnaðist stutt áðrenn teir andaðust at fáa teir at siga frá, hvussu teir hvør í sínum lagi upplivdu henda dagin. Tá tað nú eftir frásøgnini hjá Jóan Paula í Nøkrum eru liðin 100 ár síðani henda minniliga dagin, lata vit teir hvør í sínum lagi greiða okkum frá tí teir mintust. "eitt ikki heil vanligt lív" Robert (Ewan McGregor) er ein av lívsins taparum. Hann arbeiðir sum vaskifólk í eini risastórari fyritøku, men droymir um...eitt minni trivielt lív, meðan hann skrivar eina bók, sum hann vónar fer at gerast versta spekulatiónsskaldsøgan í amerikanska bókmentasøgu. Tann rappkjaftaða Celine (Cameron Diaz) hevur harafturímóti ongantíð tráað eftir nøkrum í sínum stutta og forkelaða lívi sum dóttir bossin hjá Roberti, Naville (Ian Holm). Tað grovasta krenkilsi hon kann ímynda sær, er at kredittkortið verður avvíst. Men eins og Robert - keðir hon seg. Í einum normalum lívi vildu vegirnir hjá hesum sálum ongantíð møtst - men "et ikke helt almindeligt liv" er als ikki ein normal søga... COPLAND N. Y. P. D. -løgreglumaðurin Murray Babitsh (Michael Rapaport) koyrir heim til Garrison um George Washington brúnni, eftir at hava arbeitt eina langa nátt í New York. Bradliga verður hann kroystur í eina øðiliga biljagstran og tá hinir báðir menninir í bilinum grínandi sikta eftir honum, tekur Babitsh, sum eru frá sær sjálvum, eftir revolvaranum og drepur teir báðar jagstrandi menninar Tá løgregla og sjúkrabilur koma, vísir tað seg skjótt, at tað hann helt vera vápn, bara var eitt óskyldugt rattlás. Babitch knekkar fullkomiliga, og skandalan hóttir: mánaðirnar frammanundan er hann vorðin heiðraður sum dagsins hetja í fjølmiðlunum, eftir at hava bjargað trimum børnum undan herviligum eldi. Nú er hann í vanda fyri ikki bert at missa sín hetjustatus, men eisini at verða syndabukkur og missa arbeiðið í einum máli um politiharðskap. Ray Donlan (Harvey Keitel) ger av at bjarga systursoni og starvsfelaga sínum og býtir skjótt rattlásið um við eina skambyrsu, meðan Babitch rýmur av brúnni. Morgunbløðini skriva nú um saknaða og helst deyða løgreglumansins hetjufullu gerðir. Eftir í Garrison, New Jersey, er Freddy Heflin sheriffur (Sylvester Stallone) og hansara nýggi varamaður, Cindy Betts (Janeane Garofalo) úti at fanga ferðbrótarar. Teir steðga einum bili, men tá Freddy sær, at tað er Ray, letur hann hann koyra - hann fær tó eitt glimt av tí horvna Babitch í bakrútinum... Fjølmiðlarnir eru samstundis farnir at fáa áhuga fyri sakini, sum nú eisini verður kannað av Internal Affairs við dektivunum Moe Tilden (Robert De Niro) og Carson (Malik Yoba) á odda. Tilden er vísur í, at okkurt rotið gongur fyri seg, men tá hann er uttan fyri sítt økið, kann hann einki gera einsamallur... Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Tunnusláing og loppumarknaður í Argja skúla Leygardagin skipar 2. ð í Hoydølum fyri tunnusláing, loppumarknaði og matsølu í Argja Skúla. Peningurin sum kemur inn skal brúkast til eina námsferð 2. ð í Hoydølum skal námsferð til Grikkalands í heystfrítiíðini og tað kostar pengar. Tí hava tey skipað fyri ymsum tiltøkum fyri at savna sær pening til ferðina, og tey hava fingið heilt fitt burtur úr. Í morgin skipar flokkurin fyri stórum tiltakið í skúlanum á Argjum. Tiltakið byrjar klokkan 11, tá loppumarknaðurin letur upp. Klokkan 13 verður tunnusláing fyri børn og ung. Harumframt fer 2. ð at skipa fyri køku- og mattombola. Í mattombolanum er millum annað møguleiki at vinna eitt tjógv. Harumframt kemur ein klovnur á vitjan. Hvat hann fer at finna uppá, er ikki gott at vita, men fyrireikararnir siga, at teir eisini fara at skipa fyri klovnamáling. So tað endar kanska við, at tað verður meiri enn ein klovnur, tá tiltakið endar. Fyrireikararnir vóna, at nógvar grýlur møta til tunnusláingina og fyri at eggja fleiri at gera tað, hava tey avgjørt at lata bestu grýluni virðisløn. Savnað inn til námsferð Orsøkin til tiltakið er, at næmingarnir í 2. ð skulu námsferð til Grikkalands í heystfrítiðini. Ein tílíkur túrur kostar fitt av peningi, og tí eru tey farin at savna pening til túrin í góðari tíð. 2. ð skal eftir ætlan verða á oynni Mykonos, sum liggur uttanfyri Athen. Tað tekur 5 tímar at sigla úr Athen til Mykonos. Úr Mykonos ætlað næmingarnir at gera útferðir til onnur støð, m. a. til Delos og til Delfi. Eisini ætlar flokkurin at steðga í Athen í einar tveir dagar. Næmingarnir fara avstað í heystfrítíðini og rokna við at verða burtur í umleið tvær vikur. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Stórt tiltak í ítróttarhøllini á Giljanesi Sunnudagin møtast allir vágamenn til stóra árliga Giljanestiltakið. Tað er Lions Club Vágar sum skipar fyri, og allur peningurin sum kemur inn, fer til arbeiðið hjá felagsskapinum, og tað er ikki so lítið felagið hevur fingið av skafti tey 11 árini tað hevur virkað Sunnudagin 22. februar kl. 16.00 byrjar tað stóra Giljanestiltakið hjá Lions Club í Vágum. Endamálið við tiltakinum er sjálvandi at savna inn pening til tey ymsu arbeiðini teir stuðla. Og tað er ikki smávegis teir hava latið seinastu 11 árini. Teir hava stuðla nógvum tiltøkum í Vágum, eins og teir hava verið við at stuðla altjóða hjálpararbeiði. Millum annað stuðlaðu teir, eins og aðrir føroyingar, tá skriðan leyp í Súðavík í Íslandi. Harafturat hava teir latið stuðul til katastrofugrunnin hjá Lions Club, eins og Lions Club Vágar hevur latið pening til ein barnagarð í Moskva. Stuðla lokalum tiltøkum Av tiltøkum sum Lions Club Vágar stuðlar eru tað serliga tey lokalu tiltøkini sum liggja teimum nærmast. Teir hava latið respirator til sjúkrabilin í Vágum, teir hava latið neyðkallitól til eldri fólk, og tað stóra tiltakið hesaferð verður at lata eitt hjartatól til Læknamiðstøðina í Vágum. Ellisheimið hevur fingið stuðul til ein bil til rørslubrekað, og Daljanstova hevur fingið stuðul til undirvísingartól til brekað. Lions Club Vágar hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði fyri at varðveita fornminnini í Vágum. Teir hava latið gróthúsið við vatnið byggja uppaftur, umframt at teir hava latið stuðul til umvælingararbeiðið av Mylluni í Bø. Løgmannsgarðurin á Steig hevur eisini fingið stuðul. Grønlandsútróðurin Men tað er ikki bara vágafólk sum fáa gleði av teimum krónunum sum verða savnaðar inn sunnudagin. Besta dømi um hetta er Grønlandsfilmurin sum Lions Club Vágar setti gongd á. Filmurin endaði sum eitt samstarvsprojekt millum Sjónvarpið, Útvarpið og Lions Club Vágar. Upprunin til Grønlandsfilmin skal finnast í, at teir sum róðu út í Grønlandi, fækkast sum árini ganga, og tað vildi Lions Club Vágar ikki lata um seg ganga. Teir hildu, at tað var rætt at fáa kortlagt henda so týdningarmikla part av søgu okkara. Úrslitið av hesum arbeiði gjørdist sum kunnugt sendingar bæði í útvarpið og sjónvarpið til frøi fyri allar føroyingar. Tí royna teir einaferð enn. Í 1890-unum og í 1920-unum fóru nógvir føroyingar til Amerika og Kanada og Lions Club Vágar hevur sett sær fyri at fara at kanna hvussu varð við teimum. Byrjað verður í smáum fyri at síggja um tað er nóg mikið av tilfari til eina sendirøð á sama hátt sum við sendingunum um Grønlandsútróðurin. Lions Club Vágar sigur, at tað eisini hesuferð er ætlanin at fáa Útvarpið og Sjónvarpið at verða við í arbeiðinum. Jens Eli Ellefsen, sum er ein av limunum í Lions Club Vágar sigur, at arbeiðið hesaferð fer at verða munandi lættari, tí nú vita teir hvørjar grunnar teir skulu søkja um stuðul. Eitt tílíkt tiltak er dýrt, men teir vóru so hepnir, at fitt av peningi leyp av í sambandi við Grønlandsútróðurin, og tað verður flutt til hetta kanningararbeiði ístaðin. Umframt tiltøkini sum nevnd eru omanfyri hevur mentanin í Vágum fingið stuðul. Lions Club hevur verið við til at geva Mikkjalsbókina út, eins og teir hava latið stuðul til Sørvágs Tónleikarafelag og dansifelagið >>Upp á Tá<<. Fjølbroytt skrá Tað er ein sera fjølbroytt skrá fyri tiltakið á Giljanesi sunnudagin. Har verður eydnuhjól, 21-spæl, tombola, seymsláing, fiskibrunnur og skjótibreyt. Eisini verður skipað fyri matsølu, køkutombola og sølu av ísi, sodavatni og øðrum. Afturat øllum hesum fer Lions Club at selja lutaseðlar, har møguleiki verður at vinna heimagjørdar lutir so sum ein heimagjørdan bil og eitt barnahús, sum er 2 metrar langt og ein metur breitt. Vinnararnir av lutaseðlunum verða trektir klokkan 22 sunnukvøldið. Tað verður eisini undirhald á skránni. Sørvágs Tónleikarafelag fer at spæla og onkrir av teimum gomlu sangarunum í Vágum fer á pallin at syngja gamlar slagarar. Eisini fer dansifelagið >>Upp á Tá<< at vísa fram fólkadans. Fyri at øll skulu sleppa at síggja undirhaldið, verður steðgur í søluni meðan undirhald er á pallinum. Tað eru bert mannfólk sum eru limir í Lions Club Vágar, kvinnurnar hava ikki atgongd, men Jens Eli Ellefsen leggur dent á, at vóru konurnar ikki so raskar at hjálpa til, so hevði onki tiltak verið. Hann leggur afturat, at tað tiltakið er sera hugnaligt, tí tað er ikki so ofta, at so nógv fólk savnast á einum stað í Vágum. Av tí at tiltakið er so umfatandi, brúkar Lions Club bæði skúlan á Giljanesi og høllina. Tiltøk Møtir, fundir o.a. Samkoman Immanuel Í kvøld kl. 20: Kongsins Herlið. 8 ár og eldri eru vælkomin. KFUM & KFUK, Tórshavn Í kvøld, 20. febr.: Opið hús í KFUM. Børn undir 13 ár frá kl. 19-21. Ung yvir 13 ár frá kl. 19-01. Mánadagin 23. febr. kl. 15 verður Eldrasamkoma í KFUK v/ Petur Jacob Sigvardsen. Evni: Gjáar søga. Tunnusláing verður í KFUM mánakvøldið kl. 20 við andakt. Tiltakið er fyri bæði ung og eldri. Øll eru vælkomin til okkara tiltøk og fundir! Rhema á Hálsi Leygardagin kl. 8.30 til 12.00 verður undirvíst á Rhema á Hálsi um evnið >>Endatíðin<<. Undirvísari verður Einar Joensen. Øll eru vælkomin. Bønartænastan: Hevur tú onkran tørv ert tú vælkomin at skriva til Rhema: Bønartænastan, Argjavegur 53A, 160 Argir. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønamøti. Mikukvøld kl. 20: Uppbyggingarmøti. Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti. Frelsunarherurin, Tórshavn Í kvøld kl. 20: Ungdómsklubbur. Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti. Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18: Møti, Niclas Thomsen talar. Aglow, Tórshavn Fundur verður í kantinuni á Læraraskúlanum leygarkvøldið kl. 20. Allar kvinnur eru vælkomnar. Skótagudstænasta í Dómkirkjuni Skótagudstænasta v/ Sverra Steinhólm verður í Dómkirkjuni sunnukvøldið 22. febr. kl. 19. Sungið verður úr sálmabókini. Talvan gongur fyri skótaarbeiði. Øll eru vælkomin. Aftaná verður samkoma í KFUK fyri øllum leiðarum og patruljuførarum í Havn og á Argjum. Lívsins Orð Barnamøti leygardagin kl. 27. Sunnudagin kl. 17 møti. Keldan í Skálabotni Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús v/ Heidi og Erlandi. Sunnukvøldið kl. 17 verður familjumøti. Skótagudstænasta í Leirvík Allir skótar í Eysturoynni luttaka í gudstænastuni í Leirvík sunnudagin 22. febr. kl. 12 í sambandi við føðingardagin hjá Baden Powell. Missiónshúsið í Hovi Missiónsvika byrjar í kvøld kl. 20 v/ Hera Joensen og Hilmar Bech. Leygarkvøldið talar Andreas Andreasen o.a. Gudstænasta við altargongd verður sunnudagin kl. 12.15. Sunnukvøldið kl. 18 tala John og Tove Hammer. Innsavnan. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagsskúli verður sunnudagin kl. 14. Sunnukvøldið kl. 18 verður møti við Hjørdis og Jørgen Frants Jørensen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Losjan í Havn Í dag kl. 15 hittast tilkomin og eldri til hugna. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir verða í Havn í kvøld kl. 20 og kl. 22.30 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Bahá'í Miðstøðin í Gundadali er opin hvønn hósdag frá kl. 17.00 til kl. 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið. Bahá'í-samfelagið í Tórshavn Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovendbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 96 99 95, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20. Sunnudagsskúli í Keypmannahavn Sunnudagsskúli er hvønn sunnudag kl. 14 á Oyrasundskollegiinum, Dalslandsgade 8, og í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri fæst at vita frá Jan Johannesen, tlf. 30 35 59 66. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sending in frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Herning, Jylland 21. febr. verður tiltak fyri føroyingar í Jyllandi í Danmark. Tiltakið verður í Josvalskúlanum, Dalgasgade 11, Herning. Byrjað verður kl. 15.00 við hugnaløtu og uml. kl. 16.30 verður evangeliskt møti. Við verða Godtfred Joensen v/ familju. Eisini verður sangur, tala, søga, ljósmyndir o.a. Áhugað kunnu venda sær til Jens Olsen, tlf. 20458073, Símun J. Hansen, tlf. 20660962, ella Svein Askildsen, tlf. 97225623 Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Minni frá barnaárum Yrking Við Skálafjørðin liggur Stranda bygd og langt hon strekkir seg í síni longd, frá Gjaranesi til Kolbeinagjógv, ein kann gloymast býlingin við Sjógv. Við Sjóvará eg dvølji skamma stund, hon rennur enn í sjógv við sama skund, sum tá ið sluppir sigldu undir land og akker síni sleptu her við Stranda land. Austerlitz hon uttast mangan lá, síðan Knørrur henni skamt í frá, tær ketur sínar strongdu mangan á, tá landssynningur eftir fjørði lá. Suðuroy, Havfari og Marité tær vendu næstan altíð sama veg, tá ódnarnætur fóru yvir land rak onkur sluppin undir Rókaland. Silvurbell, Columbus, Oyrasker, tær sóust allar undir landi her, og lítla Emma kom við somu ferð hon mundi Lissie yvirhála her. Hvítabjørn so svørt hon annars var ei kanst tú gloyma hetta mikla far, hon móti Kongshavn mundi snara sær, tær royndu saman tá ið summar var. Yvonna, Sæborg, Galanthea við undir Ringunum sær søktu frið, tá útnyrðingur østi fjørðin upp tá lívd og le her fekk hvør slupp. Um fjørðin mangan árabát eg sá seg okkar' landi nærri koma tá, við áratøkum longum róði hann, til loksins Bjørgvin hann seg stríddi fram. Skjótt hoyrdist hamarslagi fram við strond, tey komu øll frá eini hegnishond, lúnning, plankar sjálvur skifti hann, ei hegnismann við árabát eg gloyma kann. Svínoy, Viðoy, Norðfari og fleir' ei síggjast undir hesum landi meir, nú kvirra valdar fram við sjóvarstrond, takk, Faðir, fyri alt eg tók av tíni hond. Tá várið kom var lív við sjóvarstrond, teir nærmast akker hivaðu við hond, og svartur roykur steig móti himli upp, ja, tá var lív umborð á hvørji slupp. Tað ættarliðið væl til árs nú er, bert nakrar sluppir kundu nevnast her, og nógvir hvíla undir grønum flag, sum sigldu út frá hesum bygdarlag. Ja, Sjóvará, tú rennur stríðan enn, men her í túni saknast nógvir menn, og hurð er lokað, sum vit gingu um í gamla Sjóvarhøvdahandlinum. Við hesum minnum penn eg leggja vil, eg nógvar aðrar sluppir minnist til, sum her sær søktu vetrarhavn, Coralia skal verða síðsta navn. M. D. O. Tjaldrið Yrking Tjaldur manst tú aftur koma her berlig kenst hvør fjallatroma, tó berg og fjøllini enn standa eins og fyrstu ferð tú komst til landa. Mong skriðan tó í ur er lopin, síðan tú fyrstan tínar møddu veingir legði saman her um okkar' eingir, klipp, klipp hoyrdist millum fuglasangin. Manst tú aftur koma eins og áður nú yvir landi dagur kennist gráur, her mási, ravnur flúgva, sum vilja ungar tínar pikka. Vælkomið skalt tú vera, oyggjum okkar' nýggjar vónir gevur við tí reyða nevi, sum tú hevur og ungum tínum føði gevur. Nú nýggir vindar yvir landið reka. Danir gølur burtur frá sær reka eins og heglingsælið freka, kanst á oyggjum okkar' tú føtur seta. Vit lítið annað tær kunnu bjóða enn títt egna reiður tóma, ei nýtist nøkur kanning gerast, tá tú í okkar' fagra landi ferðast. Gævi vit av tær sum tjóð tað læra skaparverk Guds at æra, eitt heimligt reiður okkum byggja, og barninum gleðina tryggja. Tá sól í vestri setur tjaldursungi letur, tað nýggja ættarliðið veingir breiðir mót hæddum høgum vil nú flúgva, so einslig kennist foldartúgva. Faðir, eg tráan í mær beri á mínum foldarvegi, gev mær megi mót tí fagra landi flúgva, har eg um ævir skal hjá tær búgva. M. D. O. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Seks ungir telvarar til NM Talv: Seks føroyskir telvarar vera við í NM-kappingini fyri ung í Svøríki Talvsamband Føroya hevur avgjørt at geva 6 føroyskum unglingum kjansin at dystast móti bestu javnaldrunum úr hinum Norðurlondunum. Kappingin um NM verður hildin í svenska býnum Norrtälje, og hon byrjar í dag og endar sunnukvøldið. Telvað verða seks umfør, og føroysku luttakararnir verða Terji Petersen og Flóvin Þór Næs, sum skulu telva í bólkinum 17-19 ár, Ingolf Gaard í bólkinum 15-16 ár, Eyðálvur Johannesen og Martin Poulsen í bólkinum 13-14 ár, og Olaf Berg í bólkinum 11-12 ár. Hvørt Norðurland hevur rætt til at senda tveir luttakarar í hvønn bólkin, so útlit eru fyri hørðum stríði um stigini. Føroyingar hava tó góð úrslit at vísa á í hesi kapping seinastu árini, og í fjør fekk Olaf Berg bronsu í bólkinum undir 10 ár, men í ár skal hann so royna seg í eldri bólki. Annars eru tað í seinastuni fleiri ung, ið hava fingið áhuga fyri talvi á ymiskum støði í landinum, og er hetta helst orsakað av mongu sterku telvarunum, ið hava vitjað Føroyar seinastu árini. Tískil er umráðandi, at spennandi avbjóðingar eru til staðar, men hetta kann vera rættiliga kostnaðarmikið, skrivar Talvsambandið at enda í tíðindaskrivi. Føroya Banki, Føroya Sparikassi og Klaksvíkar Býráð hava stuðlað ferðini til NM fíggjarliga. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Munur á í øllum deildunum í Grand Prix-kappingini Badminton: Nú bert eitt umfar er eftir av Grand Prix-kappingini, eru vinnararnir longu funnir í so at siga øllum deildunum Næstseinasta umfar í Grand Prix-kappingini varð leikt seinasta vikuskifti í Havn. Tær yngru deildirnar kappaðust í einmansleiki, meðan kvinnur og menn bert kappaðust í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki. Hyggja vit eftir úrslitunum, so eru ikki tær stóru nýggjheitirnar har. Vit kenna nøvnini aftur frá hinum kappingunum í vetur, og flestu teirra liggja trygt í stigatalvuni, nú bert eitt umfar er eftir. Úrslitini frá umfarinum seinasta vikuskifti og aktuella støðan eru hesi: Gentur undir 10 ár 1. Jenny Nielsen, VÍF 2. Christina Eriksen, VÍF 3. Sandra Nielsen, VÍF Støðan: 1. Jenny Nielsen, VÍF 1785 2. Christina Eriksen, VÍF 1430 3. Inga Nielsen, VÍF 1070 Gentur 10-12 ár 1. Jenny Nielsen, VÍF 2. Christina Eriksen, VÍF 3. Herbjørg Eliasen, HBF Støðan: 1. Lis C. Hansen, VÍF 1140 2. Herbjørg Eliasen, HBF 1090 3. Helena Mortensen, HBF 885 Gentur 12-14 ár 1. Elin Hansen, HBF 2. Jenny Niclasen, ÍF 3. Guðrun Poulsen, VÍF Støðan: 1. Elin Hansen, HBF 1750 2. Jenny Niclasen, ÍF 1685 3. Guðrun Poulsen, VÍF 1330 Gentur 14-16 ár 1. Karin Hansen, HBF 2. Hjørdis Klein, HBF 3. Elsebeth Iversen, HBF Støðan: 1. Karin Hansen, HBF 1800 2. Hjørdis Klein, HBF 1615 3. Bjørg Lamhauge, HBF 1490 Dreingir undir 10 ár 1. Niclas Eysturoy, HBF 2. Eli Fróði Hansen, ÍF 3. Hilmar K. Jacobsen, HBF Støðan: 1. Niclas Eysturoy, HBF 1800 2. Eli Fróði Hansen, ÍF 1590 3. Hilmar K. Jacobsen, HBF 1585 Dreingir 10-12 ár 1. Gunnar Poulsen, HBF 2. Thomas Rubeksen, HBF 3. Jákup á Lakjuni, ÍF Støðan: 1. Thomas Rubeksen, HBF 1785 2. Gunnar Poulsen, HBF 1700 3. Jákup á Lakjuni, ÍF 1700 Dreingir 12-14 ár 1. Bjartur Lamhauge, HBF 2. Hanus Eliasen, ÍF 3. Karl Jóhan Djurhuus, VÍF Støðan: 1. Bjartur Lamhauge, HBF 1800 2. Hanus Eliasen, ÍF 1680 3. Jonhard Hansen, ÍF 1530 Dreingir 14-16 ár 1. Tommy Jacobsen, HBF 2. Jens Norðberg, HBF 3. Dánial Vang, ÍF Støðan: 1. Tommy Jacobsen, HBF 1745 2. Jens Norðberg, HBF 1645 3. Teitur Ellingsgaard, HBF 1560 Kvinnuunglingar 1. Durita Mikkelsen, HBF 2. Elin Joensen, HBF 3. Alma á Lava, HBF Støðan: 1. Elin Joensen, HBF 1650 2. Annbritt Jensen, HBF 1555 3. Alma á Lava, HBF 1525 Mansunglingar 1. Jørgin Enghamar, HBF 2. Aksel Poulsen, HBF 3. Hergeir Staksberg, HBF Støðan: 1. Aksel Poulsen, HBF 1680 2. Hergeir Staksberg, HBF 1635 3. Jørgin Enghamar, HBF 1500 Tvímansleikur, kvinnur 1. Annika Berg, HBF/Ingun Hansen, Strálan 2. Guðri Poulsen, HBF/Annika Godtfred, HBF 3. Elsa Thorkildshøj, HBF/Kristianna Thorkildshøj, HBF Støðan: 1. Guðrun Jacobsen/Annika Berg, HBF 1500 2. Ingun Hansen/Borglis Fagradal, Strálan 1455 3. Elsa Thorkildshøj/Kristianna Thorkildshøj, HBF 1380 Tvímansleikur, menn 1. Gunnar Gregoriussen, HBF/Heðin Joensen, HBF 2. Súni Davidsen, HBF/Rani í Líð, HBF 3. Erland Poulsen, HBF/Hermann Eysturoy, HBF Støðan: 1. Heðin Joensen/Gunnar Gregoriussen, HBF 1980 2. Súni Davidsen/Rani í Líð, HBF 1870 3. Erland Poulsen/Jákup Midjord, HBF 1465 Blandaður tvímansleikur 1. Kristianna Thorkildshøj, HBF/Heðin Joensen, HBF 2. Elsa Thorkildshøj, HBF/Rani í Líð, HBF 3. Annika Berg, HBF/Erland Poulsen, HBF Støðan: 1. Erland Poulsen/Annika Berg, HBF 1905 2. Heðin Joensen/Kristianna Thorkildshøj, HBF 1880 3. Súni Davidsen/Guðri Poulsen, HBF 1740 Støðan í mansdeildini: 1. Erland Poulsen, HBF 1965 2. Jákup Midjord, HBF 1930 3. Gunnar Gregoriussen, HBF 1870 Støðan í kvinnudeildini: 1. Guðrun Jacobsen, HBF 1910 2. Annika Berg, HBF 1830 3. Kristianna Thorkildshøj, HBF 1765 Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Kyndil vil hava nýggja finalu Hondbóltur: Kyndil hevur sent kæru til kappingarnevndina hjá HSF í sambandi við steypafinaluna hjá kvinnum seinasta leygardag Sum tað longu hevur verið frammi, hevur Kyndil sent kæru inn til kappingarnevndina hjá hondbóltssambandinum um steypafinaluna hjá kvinnum millum Neistan og Kyndil seinasta leygardag. Kyndil kærir um dómaraborðið, sum eftir teirra tykki ikki megnaði sína uppgávu til lítar. - Tað eru tey seinastu fimm sekundini, vit kæra um, sigur Sophus Dal Christiansen, sum er venjari hjá kvinnuliðinum hjá Kyndli. Kyndil tapti finaluna eftir longda leiktíð. Upprunaligi dysturin endaði við javnleiki 16-16, og Neistin vann umdystin 5-2 og sostatt dystin 21-18. Kyndil var á odda 16-15, men í seinasta minutti javnaði Neistin til 16-16. Eitt sindur av tíð var eftir, og Kyndil fór í álop, men fekk ikki mál. - Vit halda, at fimm sekund áttu at verðið løgd afturat upprunaliga dystinum, tí dómaraborðið ikki steðgaði tíðini beinanvegin, tá dómararnir gjørdu tekin um hetta. Vit hava eisini vant systemir til eina støðu sum hana, ið tók seg upp í endanum av dystinum, sigur Sophus Dal Christiansen. Støðan, sipað verður til, er, tá Kyndil í allarseinastu sekundunum fekk 3-meturskast, men ikki hevði nóg nógva tíð til at fáa eitt vandamikið skot inn. Har høvdu fimm sekund afturat kunnað havt avgerandi ávirkan á endaliga úrslitið av dystinum. Rokna ikki við at fáa nakað burturúr Kyndlavenjarin vísir eisini á, at tað var sera óheppið, at fólk við tilknýti til Neistan sótu við dómaraborðið, eftirsum Neistin var annar parturin í dystinum. - Tað er ikki nakað persónligt álop á nakran, men vit halda tað vera skeivt ikki at gera vart við tað, sigur Sophus Dal Christiansen. Í kæruni leggur Kyndil upp til, at finalan verður spælt umaftur, men Sophus Dal Christiansen væntar ikki, at Kyndil fer at fáa nakað burtur úr kæruni. - Nei, tað rokni eg ikki við. Men vónandi fer hon at gera, at sovorðið ikki kemur fyri aftur, sigur hann. Kæran varð send mánadagin, og sambært reglunum hjá HSF skal kappingarnevndin koma við einum úrskurði av kæruni í seinasta lagi eina viku eftir, at hon er løgd fyri nevndina, t.e. mánadagin í næstu viku. Partarnir kunnu so kæra úrskurðin hjá kappingarnevndini til dómsnevndina, og eisini hetta skal gerast í seinasta lagi sjey samdøgur eftir, at partarnir hava fingið kunnleika um úrskurðin. Dómsnevdin hevur síðani tvær vikur til at gera ein úrskurð, og hann er endaligur. Tekur ikki støðu Tríggir limir eru í kappingarnevndini hjá HSF, og formaðurin Hans Holm er ógegnigur í hesum málinum. Hinir báðir limirnir eru Rósing Hansen og Poul Magnussen. Rósing Hansen sigur við Ítróttarsosialin, at hann ikki vil taka støðu til málið, áðrenn teir í kappingarnevndini hava tosað saman og gjørt ein úrskurð. Av tí at ein av teimum trimum limunum í nevndini er ógegnigur og ikki kann taka lut, sigur Rósing Hansen, at tað er ein spurningur, um hinir báðir nevndarlimirnir kunnu semjast um ein úrskurð. Um ikki, má málið sendast víðari til dómsnevndina, sigur hann. Rósing Hansen roknar ikki við, at ein úrskurður frá kappingarnevndini fyriliggur fyrr enn mánadagin, sum altso er seinasta freist hjá nevndini at koma við sínum úrskurði. Viðmerking til grein í Sosialinum um Smyril Vísandi til grein í Sosialinum tann 19. februar 1998, um Tvær neyðútgongdir á Smyril sveisaðar aftur, fara Strandfaraskip Landsins at gera hesar viðmerkingar: Tær broytingar, sum verða viðgjørdar í blaðgreinini, eru framdar fyri 4 árum síðani. Tá hesar broytingar vóru gjørdar, uppfylti Smyril áløgd trygdarkrøv um yvirlivilsisevnir á skipinum í einari neyðstøðu, har sjógvur kemur inn í skipið. Hetta varð gjørt á tann hátt, at tvær neyðútgongdir framman í stýriborð og tvær aftan í bakborð vóru sveisaðar aftur, samstundis sum nakrar vatntættar hurðar vórðu settar upp í síðugongdunum á bildekkinum. Harafturat vóru allar hurðarnar av bildekkinum inn í síðugongirnar útskiftar við vatntættar hurðar. Omanfyri nevndu broytingar høvdu við sær, at skipið uppfyllir hesi, av Skipaeftirlitinum áløgdu trygdarkrøv fram til ár 2007. Avvarðandi myndugleikar, sum hava góðkent hesar broytingar, hava samstundis góðkent, at umstøðurnar at sleppa burtur úr hesum økinum í einari neyðstøðu eru nøktandi, tí at tað framvegis eru minst tvinnir møguleikar. Hesi trygdarkrøv eru sett sambært SOLAS (trygd fyri menniskjalívi á sjónum). Strandfaraskip Landsins Tekniska deild Flogvøllurin enn einaferð! Onkur er enn einaferð byrjaður at rógva fram undir verkætlanina, sum kallast >>Glyvursnes<<. Nei, álvaratos, tit góðu menn, skal nakar nýggjur vøllur gerast, so skal hetta kannast gjølla, hvar ein nýggjur flogvøllur skal liggja, og ikki bert ganga eftir einari kanning, sum ein óivað kann seta spurnartekin við, um nenda er neutral, og um henda kanning og verkætlan ikki hevur nógvar feilir og manglar. Verið varnir at loypa á bláman bert tí onkur vil hava flogvøll á Glyvursnesi. Sum oman fyri nevnt eigur at kannast gjølla, hvar nýggjur flogvøllur skal liggja, og um vit í heila tikið skulu hava nýggjan flogvøll. Eg spyrji bert hvør skal gjalda? Í grein í Dimmu 18. febr. verður sagt, at tað tekur 3 ár at byggja nýggjan flogvøll í Nuuk í Grønlandi. Er hetta rætt, og hvussu nógva tíð hava teir nýtt til kanningar í Nuuk? Um peningurin, sum tað kostar at útbyggja verandi flogvøll og tað kostar at seta glíðibreyt upp, skal nýtast til at byrja at gera nýggjan flogvøll á Glyvursnesi, er hetta ørvitistos og tokutala. Føroyingar skulu sjálvir rinda fyri nýggjan flogvøll - danir rinda einki, tað hava teir sagt. Sjálvandi skal verandi flogvøllur útbyggjast soleiðis, at regulariteturin verður betri, eins og trygdin verður betri. Nevndin, sum landsstýrið og Ferðslumálastýrið settu í 1996, hevði ikki mælt til at útbyggja og gjørt íløgur í verandi flogvøll, um teir meintu nakað annað. Um nakað av peninginum skal nýtast til annað endamál, so skal hetta vera til at gera undirsjóvartunnil við. Annars meini eg, at arbeiðið at gera undirsjóvartunnil skal byrja beinanvegin, tí heldur ikki her hava vit føroyingar ráð at bíða longur. pep Um eftirsýn av bilskaðum Í Sosialinum og Dimmalætting spyr Finnleif Guttesen, Tvøroyri, um akfør í sambandi við bilskaða hava møguleika at koma til eftirsýn. Hertil skal svarast, at tryggingartakarin í sambandi við bilskaða kann venda sær til sýnsmenn hjá tryggingini, og har fáa eitt eftirsýn av bilinum. Annars verður tryggingartakarin, tá rokningin frá verkstaði fyri umvæling av skaðanum verður goldin, kunnaður um útgjaldingina og biðin um at boða frá, um hann ikki er nøgdur við umvælingina. Eisini spyr Finnleif Guttesen, um Tryggingarsambandið krevur nakra trygd (garanti) frá verkstøðum fyri umvælingararbeiði, ella um akfarsánarin hevur nakað krav um trygd frá verkstaðnum. Tryggingin hevur skyldu at umvæla skaðan, so bilurin er í sama standi sum áðrenn skaðan, og verður verkstað, sum tryggingartakarin ávísir, vanliga nýtt. Í tí sambandi skal tryggingin síggja til, at umvælingararbeiðið er nøktandi og í tráð við sýnsmetanina fyri skaðan, og at tryggingartakarin er nøgdur. Samstarvið millum bilverkstøð og tryggingina er so gott, at spurningurin um at fáa trygd frá verkstøðunum er ikki neyðugur. Bjartur Dalsgarð, Tryggingarsambandið Føroyar Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Sum snarljós frá klárum himli Hatta kom púra óvart á øll her í Fólkatinginum, men eg haldi at tey eru glað at fólkatingsval nú endiliga er útskrivað, sigur Jóhannes Martin Olsen, fólkatingsmaður - Ja, hatta kom púra óvart á allar fólkatingslimirnar, sigur Jóhannes Martin Olsen, í stuttari viðmerking, til at Poul Nyrup Rasmussen útskrivaði fólkatingsval. Men Jóhannes Martin Olsen heldur, at fólkatingslimirnir samstundis eru glaðir fyri, at vali er útskrivað. - Tað hevur ligið í luftini síðani einaferð tíðliga í heyst, at val skuldi útskrivast, men tað er ongantíð komi so langt. Hvussu verður so við bankamálinum og fyrningarfreistini sum er 22. mars? - Eg rokni ikki við, at tað fær nakrar avleiðingar í so máta. Valið og fyrningarfreistin fella saman, men eg rokni við, at okkurt verður gjørt politiskt fyri at leingja fyrningarfreistina. Er tað møguligt? - Í politikki er alt møguligt, so tað vænti eg kemur upp á pláss. Verður annars tosað nógv um bankamálið í Fólkatinginum í løtuni? - Nei, tað verður ikki nevnt við einum orðið. Tað er pressan sum setir dagsordanin í kjakinum, og tá teir onki gera við málið í løtuni, so verður onki tosað um tað her inni heldur. Arbeiðsmarknaðurin og fólkaatkvøðan Av teirri orsøk heldur Jóhannes Martin Olsen ikki, at bankamálið er orsøk til at Poul Nyrup Rasmussen hevur útskrivað val júst nú. Hinvegin heldur Jóannes Martin Olsen, at orsøkirnar skulu finnast í ymiskum øðrum politiskum málum, sum hava størri innanríkis og uttanríkis týdning fyri Danmark. - Samráðingarnar um eina stóra umhvørvisætlan eru júst endaðar, og tað úrslitið er stjórnini til fyrimuns. - Eg rokni við, at tað er ein av orsøkunum til at vali kemur nú. Nú fáa teir fyrimun av tí málinum. Danska stjórnin hevur eisini tikið undir við ætlanum hjá amerikanska forsetanum, Bill Clinton, um tiltøk mótvegis Irak og eisini tað spælir inn, sigur Jóhannes Martin Olsen. Lønarsamráðingarnar á danska arbeiðsmarknaðinum eru byrjaðar og, eftir tí Jóhannes Martin Olsen hevur skilt, standa tær í botni. - Tað er væl møguligt at tað er taktikkur, men eftir tí eg havi skilt, so varð lagt upp til verkfall, júst um tað mundið tá valið nú verður. - Semingsstovnurin kann útseta eitt verkfall í 14 dagar, men eg rokni við at danska stjórnin við hesum ætlar at minna arbeiðandi fjøldina á, hvat tað er hon hevur at velja ímillum. - Eina arbeiðaravinarliga javnaðarstjórn ella eina borgarliga stjórn, sigur hann. Fólkaatkvøðan um Amsterdam-sáttmálan er, sambært Jóhannes Martin Olsen, ikki nevnd við einum orðið enn, men tað er jú eisini so stutt fráliðið enn. Uffe Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, hevur alment sagt, at hann fegin vildi hava fólkaatkvøðuna um Amsterdam-sáttmálan áðrenn eitt val tí hann metti, at Poul Nyrup Rasmussen hevði lættari við, at fáa javnaðarveljararnar at atkvøða fyri Amsterdam-sáttmálanum. Men tað var nokk ikki á henda hátt hann vildi hava tað. Nú er vandi fyri, at stjórnin fær bæði í posa og í sekk. Fíggjarpolitikkurin skal skerpast Afturat øllum hesum kemur, at danskir búskaparfrøðingar hava talað at búskaparligu gongdini í Danmark í løtuni. - Tað er bara Knud Sørensen, stjóri í Den Danske Bank, sum hevur róst stjórnini., sigur Jóhannes Martin Olsen - Hann var nøgdur við búskaparligu gongdina og við fíggjarliga politikkin hjá stjórnini. Tað, búskaparfrøðingarnir hava ávarað ímóti er, at danski búskapurin er í vanda fyri at gerast ov heitur. - Tað gongur ov skjótt í løtuni og gjaldsjavnin hevur verið negativur í seinastuni. Tað hóvar ikki búskaparfrøðingunum. - Teir halda at tað er neyðugt við fíggjarligum tiltøkum rættuliga skjótt og eg meti, at tað er ein av høvuðsorsøkunum til at valið verður útskrivað nú. Jóhannes Martin Olsen væntar tí, at stjórnin velur at bíða við at seta fíggjarlig tiltøk í verk, til eftir valið. - Tá eru jú fýra ár til næsta val, og eftir fýra árum hava veljararnir gloymt alt um fíggjarlig tiltøk, sigur hann. Framgongd í veljarakanningum Tað er onki at ivast í, at veljarakanningarnar eisini hava spælt við í avgerðini um nær valið skuldi útskrivast. Tað er sjálvandi óvissa í veljarakanningum í Danmark eins og allar aðra staðni, men tað er í øllum førum greitt, at danski javnaðarflokkurin er munandi betri fyri til eitt val nú, enn hann var fyri bara 8-9 mánaðum siðani. Tá søgdu allar veljarakanningar, at javnaðarflokkurin fór at missa millum 5 og 6 prosent av atkvøðunum, og at vinstriflokkurin fór at gerast størsti flokkur í Danmark, við meiri enn 30% av atkvøðunum. Síðani tá er tað broytt aftur, og nú tykist myndin aftur líkjast teirri gomlu, har javnaðarflokkurin er størsti flokkur. Jóhannes Martin Olsen ivast heldur ikki í, at hetta vigar tungt í avgerðini hjá Poul Nyrup Rasmussen. - Tað sigur seg sjálvt at hann hyggur eftir veljarakanningunum. Ætlar tú at stilla upp aftur? - Tað veit eg ikki enn. Nú skal fyrst heim til Føroya at tosa við við fólk um tað. Tí finna vit skjótt út av. Men ikki er tíðin long til at taka avgerðina. Valið verður longu um 20 dagar, og tí skulu flokkarnir gera skjótt av. Men tað merkir bara at valstríði verður sera stutt. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Nýggj stjórn ikki somu ábyrgd fyri bankamálinum Tað kom óvart á nógv, at Nyrup Rasmussen útskrivaði val í gjár. Hvørja ávirkan hetta fær fyri framtíðar samráðingar við møguliga nýggja stjórn eftir valið, er ógreitt. Tó heldur løgfrøðingur í Fólkatinginum, at ábyrgdin fyri at loysa málið, ikki verður tann sama, sum um sitandi stjórn verður afturvald Dagny Joensen Tá Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, í gjár útskrivaði val, segði hann á Fólkatingsins røðaraplalli, at tað varð gjørt fyri at skaffa sitandi stjórn heimild at halda fram við sínum arbeiði. Nú er Fólkatingið farið heim, og øll lógaruppskot, sum skuldu legggjast fram aftrat í hesi setuni, detta nú burtur. Poul Jensen, nevndarskrivari í Politisku búskaparnevndini í Fólkatinginum, sigur, at eftir í Fólkatinginum liggja spurningar til ráðharrarnar fyri ymsu ráðharrastovurnar, men at teir sjálvir kunnu gera av, um teir vilja svara spurningunum. Hann heldur kortini, at tað ikki er sannlíkt, at ráðharrar, sum nú skulu út í valstríð, fara at hava stundir til tað. Hvør skal átaka sær ábyrgdina av bankamálinum, sum Landsstýrið um stutta tíð sendir stjórnini? Bankamálið fellur ikki burtur, og um ein nýggj stjórn kemur til eftir valið, skal hon frameftir hava ábyrgdina av málinum. Kann hugsast, um nýggj stjórn kemur til, at hon kennir seg eins bundan mótvegis føroyingum, sum sitandi stjórn, ið hevur skapt trupulleikarnar? Komandi stjórnin skal svara føroyingum, men hugsandi er, at svarið ikki verður so nýtiligt. - Møguleikarnir eru ikki eins góðir, og um Nyrup stjórnin kemur til aftur, heldur nevndarskrivarin, sum var einasti persónur vit hittu í gjár. Viðvíkjandi kanningini um leiklutin hjá Lykketoft í samband við tað, sum fór fram í bankamálinum áðrenn partabrævaumbýtið, so heldur kanningin fram. - Hóast Lykketoft møguliga fer frá sum fíggjarmálaráðharri, so er lógin um ráðharraábyrgd galdandi, sigur Poul Jensen. Tað var ikki møguligt at fáa viðmerking frá forsætisráðharran til málið í gjár, og heldur ikki vóru embætisfólkini í forsætisráðnum til reiðar at svara spurninginum um, hvørja lagnu bankamálið nú fær. Viðvíkjandi arbeiðinum at hjá Landsstýrinum og Løgtinginum um at senda donsku stjórnini eitt útspæl um samráðingar um bankamálið, er nú komið so væl áleiðis at Landsstýrið og politisku flokkarnir eru samdir um tvørpolitiskt.. Eitt nú verður nú roynt at biða kamaradvokatin um, at forsætisráðið fráfellur kravið um at gera firningarfreistina galdandi, so 22. mars dagfestingin dettur burtur. Tað var ikki møguligt at fáa viðmerking frá løgmanni í gjár. Tríggir flokkar dystast Men hesaferð verður Tjóðveldisflokkurin helst við í kappingini Seinastu 20 árini hava tríggir føroyskir flokkar dystast um teir báðar fólkatingssessirnar: Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin. Síðani 1973 hava hesir umboðað Føroyar í Fólkatinginum: 1994-98Edmund Joensen, Samb. (Johs. M. Olsen møtir, meðan EJ er løgmaður) Óli Breckmann, Fólkafl 1990-94Atli Dam, Javn. (J. Lindenskov møtir, meðan AD er løgmaður 91-93) Óli Breckmann, Fólkafl 1988-90Pauli Ellefsen, Samb. Óli Breckmann, Fólk. 1987-88Atli Dam, Javn. (J. Lindenskov møtir, meðan AD er løgmaður 91-93) Óli Breckmann, Fólk. 1984-87Pauli Ellefsen, Samb. (J. M. Olsen møtir, meðan PE er løgmaður til jan. 85) Óli Breckmann, Fólk. 1981-84Pauli Ellefsen, Samb. (J M Olsen møtir, meðan PE er løgmaður frá jan. 81) Jákup Lindenskov, Javn. 1979-81Pauli Ellefsen, Samb. Jákup Lindenskov, Javn. 1977-79Pauli Ellefsen, Samb. Johan Nielsen, Javn. 1975-77Johan Nielsen, Javn. Erlendur Patursson, Tjóðv. 1973-75Johan Nielsen, Javn. Erlendur Patursson, Tjóðv. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Javnaðarflokkurin sett Nyrup treytir Poul Nyrup Rasmussen hevur váttað, at ein fólkatingsmaður úr føroyska Javnaðarflokkinum verður tikin upp á ráð, skuldi hann verið valdur - Tað er eingin sjálvfylgja, at ein møguligur fólkatingsmaður úr føroyska Javnaðarflokkinum fer upp í tingbólkin hjá danska Javnaðarflokkinum á fólkatingi, sigur Jóannes Eidesgaard, sum er formaður í føroyska Javnaðarflokkinum. - Tá Poul Nyrup Rasmussen var her í seinasta mánað gjørdu vit honum greitt, at vit seta treytir, skulu vit eins og øll árini framman undan vera í tingbólkinum hjá danska Javnaðarflokkinum og harvið vera partur av politiska grundarlagnum hjá eini javnaðarstjórn. Kortini bendir alt á, at ein fólkatingsmaður úr føroyska Javnaðarflokkinum fer upp í tingbólkin hjá brøðraflokkinum í Danmark. Jóannes Eidesgaard sigur, at Poul Nyrup Rasmussen hevur lovað, at føroyski tingmaðurin verður tikin upp á ráð í øllum viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri føroyingar. Viðurskiftini millum flokkarnar báðar hava verið sera kaldlig seinnu árini, tí danska stjórnin og danski Javnaðarflokkurin ikki hava lurtað eftir brøðraflokkinum í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard, sum beinleiðis hevur tosað um arrogansu frá danskari síðu. - Poul Nyrup Rasmussen hevur lovað, at hesi viðurskifti nú verða fingin upp á pláss. Hann sigur eisini, at hetta er ein sjálvfylgja og at soleiðis eru eisini viðurskiftini millum danska og grønlendksa Javnaðarflokkin, sum eisini er partur at tingbólkinum hjá danska Javnaðarflokkinum. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Nyrup skrivað út fólkatingsval til 11. mars Seinastu tríati árini hevur fólkatingsval altíð verið skrivað út í ótíð. Seinastu tvey valskeiðini hevur Fólkatingið kortini sitið í fleiri enn trý ár Tað kom mongum dátt við, tá Poul Nyrup Rasmussen brádliga skrivaði út fólkatingsval í gjár. Roknað varð ikki við, at hetta fór at henda enn - serliga eftir drúgva kjakið í fólkatinginum um føroyska bankamálið. - Eg trúgvi uppá, at tað millum flokkarnar á fólkatingi er vilji til at samstarva, men neyvan longur hesumegin valið, segði Poul Nyrup Rasmussen, tá hann skrivaði út valið fyri at sleppa undan einum slítandi valstríði í 5-6 mánaðir, sum hann málbar seg. Forsætisráðharrin legði dent á, at fólkaatkvøðan um ES-sáttmálan, ella Amsterdamsáttmálan, sum hann vanliga verður nevndur, og víðari politiska arbeiðið skal fara fram í eini atmosferu, sum er merkt av friði og stabiliteti, sum gerst veruleiki, tá valið er av, segði forsætisráðharrin í Fólkatinginum í gjár. Formaðurin í danska Vinstraflokkinum, Uffe Elleman-Jensen, royndi at fella stjórnina fyri bankamálið, men heldur ikki hann vildi hava fólkatingsval í vár - í øllum førum ikki fyri fólkaatkvøðuna um Amsterdamsáttmálan, sum verður 28. mai. Tí var ikki væntandi, at valið fór at verða skrivað út enn. Annars er vanligt í Danmark, at val verður útsrkivað í ótíð. Seinastu 30 árini hevur fólkatingið ongantíð sitið eitt heilt valskeið. Kortini hevur fólkatingið tvey tey seinastu skeiðini sitið í meira enn trý ár. Øll sjeytiárini var val til fólkatingið annaðhvørt ár: 71, 73, 75, 77, 79. Í desember 1981 var aftur fólkatingsval, og sat hetta tingið fram til januar 1984. Síðani var aftur val í 1987, í 1988 og aftur í desember 1990. Nú sat fólkatingið í út við fýra ár - og varð val skrivað út aftur at vera í september 1994. Og nú, hálvtfjórða ár seinni, er aftur val skrivað út at vera 11. mars. Poul Nyrup Rasmussen legði dent á seks øki, sum stjórnin vildi fara vil val uppá: - Betur samanhang millum arbeiði og familjulív - nýggj framstig innan umhvørvi - sunnar matvørur og djóravalferð - pláss til øll á arbeiðsmarknaðinum - betri sjúkrahús, bøttan fólkaskúla og útbúgvingarpolitikk - og at enda at gera meira fyri flóttarfólk í heiminum, strangari reglur fyri ólógliga innflytan og betri integratión av flóttarfólkum, sum koma til Danmarkar. Jan Müller Stuðlið - men minkið stuðulin í stigum! ALT bendir á, at avgerðin um íløgustuðul er fallin. Í hvussu so er hevur landsstýrismaðurin avgjørt, at hann lurtar ikki eftir harmaljóðinum frá vinnuni. TALSMENN fyri djúpvatnstrolararnar hava víst á, at fellur íløgustuðulin burtur, fer meginparturin av teimum 14 djúpvatnstrolarunum á heysin. HETTA fer fyrst og fremst at raka Suðuroynna, har teir flestu djúpvatnstrolararnir eru skrásettir. Eisini fer hetta at raka Vágar og Norðstreymoy. MEN tað kemur ikki óvart. Íløgustuðulin skuldi vera í gildi í fimm ár, og 1. mars skuldi stuðulin fella burtur. Hetta er ikki bara í samljóð við liberalistiskan vinnu- og búskaparpolitikk, men henda gongdin er eisini í samljóð við ynskið hjá flestu føroyingum um at reka vinnuna uttan avlagandi stuðul. Í ØLLUM førum er ikki rætt at lata stuðul fyri at hava ein órentablan og kanska eisini ov stóran flota siglandi, men haðani og til at kvetta á stokkinum er eitt álvarsamt stig. ÍLØGUSTUÐULIN kundi verið minkaður í stigum, so útgerðarfeløgini høvdu havt betri stundir at laga raksturin til broyttar umstøður. Og tað kundi verið gjørt, so vit sleppa undan einum bakkasti afturat. Men verður ein freist sett afturat, so skal hon haldast! MEN tað, sum vit sakna, er eina kanning, hvussu raksturin sær út í tølum og talvum, og hvussu nógv skal til fyri at halda lív í flotanum, sum hevur verið fyri minkandi fiskiskapi seinastu árini. KANNINGIN hjá Grannskoðarafelagnum Rasmussen & Weihe gevur okkum eina góða mynd av støðuni hjá partrolarunum og áhugavert hevði verið at sæð eina slíka kanning um djúpvatnstrolararnar. ÍSTAÐIN fyri at brúka 40 mill. kr. til íløgustuðul er ætlanin at brúka henda pening til at endurnýggja flotan fyri. Hetta er meira framtíðarætað, og tann rætta gongdin, men hvør fer at smíða skip fyri 30-40 mill. kr., tá skip sum eru niðurskrivað til einar 10 mill. kr. ikki fáast at bera seg? ENN eru kortini allar súður ikki syftar. Politiskur meiriluti skal finnast fyri at taka stuðulin burtur, og tað er ógvuliga ivingarsamt, um ein meiriluti í samgonguni fer at kappa heysin av einum parti av flotanum í einum valári? Livst so spyrst! DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og regn. Út á dagin støkkur hann vesturum til útsynning. Hitin millum 5 og 8 stig, men leygarnáttina kaldari. Veðrið leygardagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri og regn ella ælingur. Hitin fellur niður í 1 til 5 stig. Veðrið sunnudagin: Stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, men hann veksur vindin til skrið ella storm. Stundum regn og hitin kemur upp í 4 til 8 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Skrið ella stormur av útsynningi og regn, seinni minkar hann vindin niður í hvassan vind og ælingur. Hitin millum 5 og 8 stig. Í gjár: Eitt hátrýst, 1030 hPa. yvir Mið-Europu viknar nakað. Eitt lágtrýst, 973 hPa. sunnanfyri Ísland fer í landnyrðing og gevur Føroyum storm av útsynningi og regn eitt skifti. Í dag: Eitt minni lágtrýst, undir 1000 hPa. nærkast Føroyum sunnaneftir fríggjanáttina. Fleiri lágtrýst fara komandi dagarnar um Føroyar av vestri og útsynningi. fundur á Tvøroyri Klokkan 20.30 í kvøld fer havnarmaðurin, Bjarni Sørensen at halda almennan fyrilestur á Tvøroyri um tann føroyska bátin. Hann fer at siga frá, hvussu bátar verða varðveittir, hvussu ymsir bátar eru at sigla við o.m.a. Bjarni Sørensen arbeiðir á Víkingaskipasavninum í Roskilde og er tí væl kunnigur við gamlar bátar. Á danska bátasavninum hava tey roynt ymsar bátar, men har er niðurstøðan, at ongin er sum tann føroyski báturin. Tað er bátafelagið Tjaldrið, sum hevur fingið fyrilesturin í lag. Og hann verður í dupultstovuni í Tvøroyrar Skúla Leygardagur 21. februar 1998 Áki Bertholdsen Kappa ikki á stokkinum Ein samd vinna heitir á John Petersen um at stíga varliga og vera lagaligan ­ Gev okkum betri tíð at fóta okkum, tí so verður grundarlagið betri, siga tey, sum fiska undir Føroyum Tað hendir ikki ofta, men tað kemur fyri: At trolmenn, snellumenn, línumenn og útróðrarmenn finna saman og taka lógvatak. Nú er tað so hent einaferð aftur. Tað hendir í sambandi við ætlanirnar hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at taka íløgustuðulin av nú í mars mánaða og heldur at brúka pengarnar at endur nýggja skipaflotan fyri. Tey, sum varða av bátum og skipum, sum fiska undir Føroyum, eru ikki serliga heit fyri ætlanini hjá John Petersen. Og í gjár tóku tey seg øll saman um eina felag áheitan á landsstýrismannin um at leggja á annan bógv. Men ger landsstýrismaðurin eftir tilmælinum frá vinnuni, fer hann at røkka sínum endamálið enn skjótari, enn annars, siga feløgini í áheitanini, sum er send út í Tinganes. Tilsamans hava umboð fyri sjey skipa- og bátabólkar, sum fiska undir Føroyum, skriva undir áheitanina á John Petersen. Tey eru Chris Jan Michelsen fyri Meginfelag Útrórðarmanna, Leivur Eidesgaard fyri Felagið Snelluskip, Marner Lisberg fyri djúpvatnstrolararnar, Árni Dam fyri Felagið Línuskip, Essa Petersen fyri Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna, Hans Marius Joensen fyri Felagið Trolbátar, og Osmundur Justinussen fyri Felagið Trolskip. Men harumframt hevur Jákup Sólstein skrivað undir fyri føroya Reiðarafelag. Nøkur ár afturat Feløgini siga, at tey heita á landsstýrismannin um at leggja uppskot fyri tingið um at Íløgustuðulin verður í gildi í trý, ella fýra ár afturat, eisini fyri teir bátarnar, og tey skipini, sum mistu hann í 1996. Men tey heita samstundis á landsstýrismannin um at minka hann niður í 60% av tí, hann var. Tey siga, at orsøkin til at tey vilja hava íløgustuðul í trý, fýra ár afturat, er, at síðani stuðulsskipanirnar vórðu tiknar av fyri nøkrum árum síðani, hava skip og bátar havt ov lítla tíð til at gera tær neyðugu tillagingarnar og tær neyðugu íløgurnar. ­ Við- at leingja íløgustuðulin fer ein effektivisering og endurnýgging av flotanum at henda skjótari og á betri, fíggjarligum grundarlagið, enn annars, siga tey átta feløgini við landsstýrismannin. Tey taka annars undir við, at stovnaður verður ein grunnur til endurnýgging av skipaflotanum og at tað, sum verður eftir av teimum 40 milliónunum, tá ið íløgustuðulin verður goldin, verður sett í grunnin. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo HeimaBanki og HeimaGreiðsla Tað eita tær nýggju tænasturnar sum peningastovnarnir fara at bjóða kundum sínum í nærmastu framtíð. Hesar nýggju skipanir merkja, at tær næstan ikki nýtist at fara í bankan. Tú kanst avgreiða næstan allar tænastur heimanífrá Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka og Marner Jacobsen, virkandi stjóri í Føroya Sparikassa, royna nýggju skipanina So kom heimabankin til Føroya eisini. Í londunum kring okkum hava hesar skipanir verið frammi í nøkur ár, og undirtøkan hevur verið góð. Arbeiðið upp á skipanina byrjaði í februar mánaði í fjør, og tað er Elektron, sum hevur staðið fyri arbeiðnum. Í gjár varð skipanin handað peningastovnunum, og mánadagin verður møguligt hjá almenninginum at brúka skipanina. Í sambandi við handanina skipaði Elektron fyri tíðindafundi, har greitt varð frá skipanini. Tað er jú ongin orsøk at uppfinna tann djúpa tallerkin einaferð enn. Hann er har frammanundan. Tí er beinagrindin til skipanina keypt úr Danmark frá SDS. Heimabankaskipanin byggir á somu trygdarskipan sum Elektron, og hon er sera effektiv. Sum nevnt er beinagrindin donsk, men skipanin, sum kundarnir hjá peningastovnunum fáa, er føroysk. Allur tekstur er týddur til føroyskt. Nýggir møguleikar hjá kundunum Fyri at kunna brúka skipanina er neyðugt at hava eina teldu sum hevur mótald (modem, blðm.). Tí skalt tú kunna brúka skipanina er neyðugt at fáa samband við Elektron. Tá skipanin er innlisin í telduna kann samband fáast við peningastovnarnar um mótaldið, og soleiðis fæst at vita, hvussu nógv stendur á kontoini í bankanum. Men tað er ikki einasti møguleiki við heimabankanum. Tað fer nevniliga at bera til at flyta pening millum konti, bæði í Føroyum og í Danmark. Tað vil siga, at harrin í húsinum ikki nýtist at fara í bankan fyri at gjalda fyri blómurnar, hann keypti konuni. Hann kann gera flytingina úr stovuni hjá sær sjálvum, um hann vil tað. Um skipanina ber eisini til at gera fastar flytingar, so sum sjúkrakassagjøld, SEV-gjøld og líknandi. Her fær kundin møguleika at avgera nær flytingin skal gerast. Um tað verður eina ferð um mánaðin, aðru hvørja viku, eina ferð um árið ella okkurt líknandi. Eitt annað, sum er spennandi við skipanini, er, at har er ein undirskipan til lánsútrokning. So gongur tú við ætlanum um at keypa bil og hevur eina tílíka skipan, so nýtist tær ikki at tosa við bankan fyri at finna útav, hvussu nógv tú skalt gjalda um mánaðin ella hvussu stór rentan er. Tað finnur teldan út av út frá teimum upplýsingum tú gevur henni. Harafturat er eisini møguligt at rokna skattin út. Stjórin á Elektron, Niels Christian Nolsøe segði, at skipanin er royndarkoyrd í fleiri mánaðar. Umleið 200 fólk hava havt eitt eintak av skipanini heima við hús og hava royndarkoyrt skipanina. - Frá teimum hava vit fingið nógv nýggj hugskot, sum tað enn ikki er tikin støða til. Tað verður gjørt eitt sindur seinni, men onkrar av hesum broytingum og betringum verða lidnar áðrenn summarfrítíðina. Virkir fáa gleði av skipanini Henda nýggja skipan kann fara at verða góður vinningur fyri vinnukundarnar hjá bankunum. Hóast tað verður arbeitt uppá skipanina enn, eitt nú við at geva møguleika fyri hópflytingum, so er longu nú ymiskt í skipanini, sum óivað fer at lætta um hjá vinnukundum. Í heimabankaskipanini er nevniliga møguleiki at flyta lønir. Tað vil siga, at virki í framtíðini sjálvi kunnu gera allar lønarflytingarnar av skrivstovuni og sostatt sleppa undan bíðitíðini í bankunum. Tað verður ein lætti hjá nógvum. Ein annar møguleiki sum Niels Christian Nosløe nevndi, eru hópflytingarnar. Hvussu hesin parturin kemur at virka, er sjálvsagt ikki vist enn, men hyggja vit eftir teimum skipanum sum eitt nú eru í Danmark, so fer serliga hesin parturin at lætta munandi um umsitingina av eitt nú út- og inngjaldingum hjá bæði størri og smærri virkjum. Líknandi danskar skipanir gera tað møguligt at samankoyra upplýsingarnar sum liggja eitt nú í kreditorbókhaldum við heimabankan, soleiðis, at tá rokningarnar fella til gjaldingar, so skulu fá trýst á telduna fyri at gera greitt til flytingar. Tá flytingarnar eru avgreiddar í heimabankanum, er møguligt at bókføra gjaldingarnar beinleiðis í eina kassakladdu. Sostatt er bókhaldið dagført sama dag sum flytingarnar eru gjørdar. So tað eru nógvir møguleikar hjá kundunum, og eisini hjá peningastovnunum fyri at veita eina enn betri tænastu enn teir gera í dag. Tøknifrøðin er so langt frammi í dag, at næstan alt er møguligt. Bert til PC-arar Tó so, tað kemur sjáldan ein skipan sum er til gleði fyri øll, og soleiðis er eisini her. Tað er nevniliga so, at henda heimabankaskipan bert kann brúkast við PC-ara og ikki Macintosh-teldum Av Elektron verður sagt, at orsøkin er tann, at tað ikki loysir seg at brúka nógvan pening til at útvikla forritið til Mac-maskinur. Tað eru ikki so nógv sum brúka Macintosh sum heimateldu, og virkini eru fá sum brúka Macintosh EDV-útgerð til umsitingina. Tekisku krøvini til teldurnar eru annars at: tær hava IBM-sambæra við min. 486 prosessor og 8 Mb RAM 30 Mb frítt pláss á harðdiskinum SVGA-skíggja Windows 95, og Hayes-sambærligt mótaldminst 14.400 baud Áki Bertholdsen Vandi fyri at alt vinnulívið fer at venda Føroya Banka bakið Heldur Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka ikki uppat at vera so negativur ímóti vinnulívinum, kann að fáa álvarsligar avleiðingar fyri bankan, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum Nú skal Føroya Banki ansa sær. Tí ger hann ikki tað, er stórur vandi fyri, at allir teir stóru vinnulívs - kundarnir fara at rýma úr bankanum. Vinnulívsfólk eru nevniliga sera illa nøgd við fleiri úttalilsi í seinastuni frá Janusi Petersen, stjóranum í Føroya Banka, um føroysk vinnulív. Topp-maðurin í Føroya Banka hevur í fleiri samrøðum seinastu tíðina gjørt seg til heitan talsmann fyri at allur almennur stuðul til vinnulívið verður tikin av. Og tað er hetta, sum er fallið føroyskum vinnulívsfólki fyri bróstið. Eisini sjálvum formanninum í reiðarafelagnum, Jákupi Sólstein, sum beinleiðis mælir bankastjóranum til at ansa sær eitt sindur. Rýma úr bankanum Jákup Sólstein sigur bart út, at skiftir leiðslan í Føroya Banka ikki hugburð mótvegis vinnuni, er stórur vandi fyri, at vinnulívskundar í stórum tali fara at rýma úr bankanum. ­Føroya Banki hevur so negativan hugburð ímóti vinnuni, at fer hann ikki at ansa sær eitt sindur, kann tað lættliga koma honum aftur um brekkur. Jákup Sólstein sigur, at vinnan er so misnøgd við hugburðin hjá Føroya banka, at nógva staðni verður í fullum álvara tutlað í krókunum um at venda bankanum bakið, og at finna alternativar fíggingarmøguleikar, t.d. frá Føroya Sparikassa og teimum báðum, smáu, lokalu sparikassunum. Tó harmast formaðurin í reiðarafelanum um, at ov fáir, alternativir møguleikar eru. Hann sigur, at hann heldur, at tað ringasta, sum hendi, var ikki, at Sjóvinnubankin, og Føroya Banki vórðu lagdir saman. ­ Tað ringasta sum hendi, var, at Fossbankin fall. Jákup Sólstein sigur, at misnøgdin er so stór við hugburðin hjá bankanum, at tað er ein veruligur møguleiki fyri, at vinnan í mest møguligan mun fer at venda bankanum bakið. Eg veit ikki, hvat hann hugsar fyri sær Máttmikli formaðurin í reiðarafelagnum sigur, at hann veit ikki, hvat Føroya Banki hugsar fyri sær. ­ Vit skulu minnast til, at Føroya Banki hevur fingið milliardaupphædd frá Føroya fólki at arbeiða við. ­ Og Janus Petersen hevur fullkomiliga misskilt sína støðu í føroyska samfelagnum um hann heldur, at hansara fremsta uppgáva er at brúka allar hesar pengarnar at kappast við Sparikassan og Húsalánsgrunnin um at fíggja sethús og bilar hjá privatfólki. ­ Hinvegin skuldi hann sæð tað sum sína fremstu uppgávu at fíggja vinnulívið og at brúkt tað stóru, fíggjarligu orkuna, hann hevur til at geva vinnulívinum rúmari ræsur. Men heldur enn lyfta uppundir vinnulívið, er bankin so tungur at hava við at gera, at tað mestsum sær út sum hann sær tað sum eitt endamál at halda vinnuni niðri. ­ Tí veruleikin er tann, at bankin setir at kalla ikki eina krónu í vága nakrastaðni. ­ Hjá bankanum er einki at heinta, uttan til ætlaninir, sum so at siga eingin tapsvandi kann stendst av. ­ Eg haldi ikki, at orðið "vágafúsur kapitalur^3 er til inannveggja í bankanum. ­ Men at hann harafturat samstundis alment roynir at ávirka landsins myndugleikar at kappa allar stuðulsmøguleikar hjá vinnuni, tað er blivið ovboðið já nógvum. ­ Janus Petersen eigur heldur ikki at gloyma at vinnan hevur gjørt ótrúlig framstig hesi seinastu árini. ­Vit skulu minast til, at vinnan hevur laga seg til eina næstan stuðulsfría tilveru. ­ Stuðulin til vinnuna er farin úr eini hálvri milliard, niður í 40 milliónir. Er tað ikki eitt øgiligt framstig, so veit eg onki. tað- er onki annað í samfelangum, sum hevur víst eina slíka tillaging sum vinnulívið. Bangin fyri at missa tamarhaldið á vinnuni Formaðurin í reiðarafelagnum sigur, at tað eru nógv vinnulívsfólk, sum hava bankan undir sterkum illgruna fyri miðvíst at halda vinnuni niðri og at tað er tí, at hann er so tungur at dansa við. ­ Tað, sum bankin kanska er bangin fyri, er, at vinnan verður so væl fyri, at tað er ikki neyðugt hjá henni at koma rennandi í bankan við biddaraposanum í hondini annan hvønn dag. Tað kundi sæð út til, at bankin er bangin fyri, at vinnan skal verða so væl, at hon verður mestsum leys av "vælvildini^3 hjá bankanum. ­ Tí verður vinnan leysari av bankanum, missir bankin eisini tamarhaldið á vinnuni og møguleikanum at stýra vinnuni hagar tað tænir bankanum best, heldur enn hagar, tað tænir vinnulívinum og samfelagnum best. ­ Og fyri ikki, at vinnan skal blíva ov sjálvstøðug, brúkar hann tann miðvísa taktikk at binda vinnulívð niður, fyri ikki at missa ávirkan. Tí eg haldi, at tað er greitt, at bankin, við sínum stóra kapitali, hevur sæð tað sum sítt endamál, at stýra vinnulívinum. Men eitt er heilt greitt: Vinnulívið vil ikki lata seg stýra av bankanum, sigur Jákup Sólstein. Pauli í Sandágerði Aldubáran bindur saman myndlist og tónlist Várframsýningin í Listaskálanum verður aftur í ár latin upp við nýggjum tónum til nýggja myndlist Nú skal myndlist og tónlist bindast saman. Aldubáran hevur konsert á várframsýningini Í nøkur ár hevur verið roynt at tvinna saman myndlist og tónlist, og Listaskálin hevur roynst sera góður karmur í hesum sambandi. Eisini hevur áhugin fyir hesum tiltakum verið alt vaksandi, og ikki sjáldan hevur salurin verið fullsettur. Tríggjar frumframførslur Framsýningin letur upp fríggjadagin 6. mars kl. 16 við smáum tónabrotum, og um kvøldið verður konsert við nýggjum ella nýliga skrivaðum føroyskum tónleiki - og talan verður bert um føroyskan tónleik. Tá vit hugsa um, at fyri bert 25 árum síðan var føroyskur >>instrumentaltónleikur<< eitt nærum ókent fyribrigdi, so átti hetta í veruleikanum ikki at latið seg gjørt. Várframsýningin er nýggj føroysk myndlist. Í mun til Ólavsøkuframsýningina, har flest øll hava møguleika at fáa onkra mynd upp at hanga, er Várframsýningin ein >>afturlatin<< sýning. Felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri sýningini, og ein dómsnevnd hevur ta nógv umrøddu uppgávu at velja og vraka - >>innanøring<< er sjálvandi ein vandi, men hesum verður byrgt upp fyri við tíðum at skifta limirnar í dómsnevndini. Listafólkini hava sjálv ynskt hesa mannagongd, og er hetta óivað neyðugt, skal listin framhaldandi mennast í hesum lítla, men tó so listríka landi. Myndlist og frumframførslur Ikki er óvanligt aðrastaðni, at tónleikur er at hoyra, tá listaframsýningar lata upp. Eisini her hjá okkum er hetta vanligur táttur. Men nú sýnist vaksa fram ein nýggjur og sera spennandi siður: Frumframførslur og frumsýningar. Fyrstu royndirnar vóru meira at kalla tilvildarligar, men nú Aldubáran er vorðin ein støðug mynd á tónahimni okkara, sær tíbetur út til, at hetta kann gerast ein týðandi táttur í mentanarmenningini á klettunum. Aldubáran er upprunaliga sprottin úr Summartónum. Tann skjótt vaksandi skarin av tónasmiðum kann ikki virka og mennast uttan góðar tónleikarar og væl skikkað afturljóð. Fleiri av okkara bestu tónleikarum hava í fleiri ár lagt nógva orku í at frambera tey mongu nýggju verkini. Hetta hevur havt alstóran týdning fyri menningina av hesi ungu listagrein. Í 1996 settu nakrir av hesum tónleikarum á stovn ein tónleikarabólk, sum teir góðu navnið Aldubáran. Hetta gjørdist byrjanin til eina sera spennandi røð av tiltøkum. Aldubáran hevur ferðast víða - bæði úti og heima - menningin hevur verið eyðsýnd, og bólkurin hevur fingið sera góð ummæli. Fyri føroyskan nøutíðartónleik hevur hesin bólkur verið einki minni enn hornasteinurin. Jógvan Isaksen Ásmundur gár eftir bunkanum fram >>Leikum fagurt<<, sum kom í 1963, men er skrivað nógv fyrr, er ein satirisk lýsing av tí politiska lívinum í Føroyum í miðjum 30unum. Haraftrat sigur hon frá kærleikssøguni millum tann veika læraraskúlanæmingin Tórmann og ta sterku seymikonuna Elsbu. Jógvan Isaksen skrivar um skaldsøguna >>Leikum fagurt<< eftir Heðin Brú >>Leikum fagurt<< er rættiliga annarleiðis enn hinar skaldsøgurnar hjá Heðini Brú, bæði tí hon fer fram í Havnini og ikki úti á bygd, og tí tað eru so nógv fólkanøvn, sum eru við til at skapa eina kenslu av kaleidoskopiskum vavgreyti Jógvan Isaksen Tann ráðandi søgugongdin er um Íhaldsflokkinum, sum er ein sambandsflokkur, og Framtaksflokkinum, sum er ein sjálvstýrisflokkur, og hvussu hesir flokkar, næstan sum av gomlum vana, klandrast og leypa á hvønn annan í bløðunum Dagens Emne og Bergmál. Alt samalt rættiliga meinaleyst og stór orð. Tað vandamikla kemur ikki upp í politikkin fyrr enn reiðarin og keypmaðurin Bakka-Hanus fær eina opinbering frá Gudi. Hann skal stovna ein trúnaðarflokk, sum skal bjarga Føroyum og sjálvandi serstakliga handlinum hjá Bakka-Hanusi, sum er um at fara á heysin. Søgan leggur fyri út á kvøldið heima hjá tí ógiftu seymikonuni Elsbu, sum dagin fyri hevur hildið 30 ára føðingardag. Vinkonurnar argaðu hana við, at hon fór í grøvina geldkokkur, og nú vendir hon sær til Gud: >>-Tú skapti meg konufólk, gev mær mann<<. Í somu løtu bóltar ein deyðadrukkin ungur maður inn ígjøgnum dyrnar, og tað lukkast Elsbu at fáa hann at liggja nátt. Áðrenn hevur hon gjørt sær sínar tankar: >>Hevur hann gentu ella konu, sum ansar ikki betur eftir honum enn so, at hann kemur bóltandi inn til mín á náttartíð soleiðis skaftur, so hava tær ikki betur uppiborið enn at missa hann. Og hvørjar áneyðir havi eg at hugsa um hinar? Nær hevur nakað konufólk havt seg til viks fyri mína skuld? Aldri!<<. Eitt sindur seinni er niðurstøðan tann sama: >>Hon skuldi hava hann, magnaði hon tað, og troðka aðrar burtur, galt tað um<<. Í bardaganum at fáa mann, er tað the survival of the fittest sum er galdandi. Ein orsøkin til, at Elsba er so út um alt mark altrá eftir at fáa mann, kemur fram í einum afturlítandi broti. Bæði foreldur og systkin eru deyð, og ein mammusystir hevur álagt Elsbu at føra slektina víðari. Tann ungi maðurin eitur Tórmaður og gongur á læraraskúla. Hann hevur sama kvøldið verið flaggberi í einari tjóðskaparligari skrúðgongu, har tað var ríviligt av bæði brennivíni og stórum orðum. Eftir tann óvæntaða fundin við Elsbu kemur hann til hús, stutt fyri at hann skal í skúla, men orkar ikki at gera skúlating: >>Hvat rakar tríatiárakríggið eisini føroyingar. Skal tann ungi føroyingurin sita heima og lesa um tríatiárakríggið í staðin fyri at ganga skrúðgongu við merkinum á odda?<< Vørrurin hjá Tórmanni er ein mynd av tjóðskaparkenslu, tá ið hon er lítið annað enn innantómt gabb og reyp, og hesum slagnum er tað ovmikið av í >>Leikum fagurt<<. At Tórmaður brúkar tríatiárakríggið sum dømi um, hvussu lítið heimssøgan hevur at týða fyri Føroyar, hongur ivaleyst uppi í vitjanini heima hjá Elsbu. Tað er júst úr tríatiárakrígnum hjá henni, at Tórmaður kemur aftur, og tað er væl hugsandi, at høvundurin við hesum samanburði vil vísa, at eins og Elsba ikki er uttan týdning fyri Tórmann, so hevur tað, sum fer fram úti í heiminum, týdning fyri Føroyar. Seinni í skaldsøguni verður áherðsla løgd á nettupp hetta sjónarmið. Eljustríð Í skúlanum rúka Tórmaður og roknilærarin Árantsen saman, og Tórmaður verður burturvístur, inntil lærararáðið hevur viðgjørt málið. Blaðið Bergmál ger nógv burtur úr hendingini, og tað øsir í sínum lagi Árantsen somikið, at hann noktar at taka ímóti eini umbering frá Tórmanni, men krevur, at hann verður koyrdur úr skúlanum med alla. Betur gongur tað Tórmanni við Elsbu. Hann minnist ikki rættiliga, hvussu hon sær út, men fyrst ið hann sær hana aftur, er hann fokin: >>Hann verður burtur í henni beinan vegin<<. Hendingarnar á læraraskúlanum rína ikki við Elsbu, fyri henni eru tær munaleysar og einkisigandi: >>Hon er sjálvt lívið, sum fossar fram, búgvið at bróta sær slóð, skola allar meinbogar burtur, floymir við ovurstórari megi og er ikki til at støðga<<. Lærarafundurin um framtíðina hjá Tórmanni gerst ein samanbrestur millum íhaldsmannin Árantsen og framtaksmannin Olgar Mørska. Hóast høvundurin í heilum ger gjøldur við tjóðskaparmonnunum og mátanum, teir vísa teirra tjóðskaparkenslu, so er eingin ivi um, at honum dámar betur Olgar Mørska enn Árantsen. Longu í lýsingini av útsjóndini hjá teimum báðum, fær hann lesaran í part við Olgar Mørska: >>Hetta [Árantsen] er ein lítil bleikur maður við rakdropa í nøsini, klæntrasligur og loftskotin. Næsti talari er Olgar Mørski, ein reyðhærdur, reystmæltur risi. Hann leggur sínar øgiligu, lodnu hendur flatar niður á borðið framman fyri sær...<< Tá ið mótstøðumenninir báðir í illsinni eru rýmdir av fundi samtykkja hinir lærararnir einmælt, at Tórmaður kann koma aftur í skúla. Fleiri vilja vera við, at Árantsen og Olgar Mørski bóru seg ljótt at, meðan onkur heldur, at orðaskiftið var kveikjandi: >>Og gleimin millum teir báðar helt eg vera stuttligan. Hann var so várligur og svalur, ikki hetta innibyrgda, kleimna, sum vanliga er yvir okkum. Teir søgdu nógv av tí, sum fólk í Føroyum hevur innanfyri, men sum vit eru ov rødd ella ov erbar at siga, sum vit bert teska í krókunum. Teir himpraðust ikki, ballaðu einki uttanum. Jú, hetta var frískligt at hoyra.<< Hetta er ikki ólíkt tí, sum tey ungu í >>Feðgum á ferð<< bera fram, og seinni í >>Leikum fagurt<< gerst tað meinlíkt: >>Hitt gamla, at sita í roykholuni og gnaga turran seið og biðja Jesus hava lov, nei, lat okkum sleppa av við tað<<. Høvuðkambar Blaðstjórin á Bergmáli, harra Punthavn, er ein stívrendur romantikari, hvørs lívsgerningur er blaðið. Fyri hann hava symbolini alt at siga, meðan tann búskaparligi parturin má sæta sær: >>Í Føroyum skulu Føroyingar ráða. Tað er okkara mið og mál. Alt hitt, tað fíggjarliga, tað, vit skulu bíta og brenna, hevur einki at týða. Tað kemur alt av sær sjálvum, tá ið vit eru komnir á mál. Fyrst drepa grindina og síðani býta hana.<< Tann ítøkiligi veruleikin hevur lítið at siga fyri harra Punthavn, tann rætti veruleikin er framtíðardreymirnir. Sum frá líðir møðast fleiri av framtaksfólkunum av tí tjóðskaparromantiska orðaskvaldrinum og halda, at blaðið í staðin átti at tikist við veruligar samfelagsspurningar, sum trupulleikan at útvega tí vanliga manninum eina inntøka, hann kann liva av. Olgar Mørski ávarar Tórmann, at ansa teir ikki eftir, so fer Punthavn at oyðileggja teimum Framtaksflokkin, tí alt >>verður til møsn og fjákalótir undir hansara hond<<. Mótsetningurin hjá Punthavn, blaðstjórin á Dagens Emne, Albert Buck, stendur sum kánus, tí at skúlastjórin ikki vil skriva undir eitt mótmæli ímóti Bergmál. Skúlastjórin, tann sáttligi og hóvligi, vil ikki døma harra Punthavn, tí hann í mangar mátar bara er eitt óbúgvið neyðardýr. Albert Buck følir, at hann hevur mist ættarsansin: >>Øll hesi nógvu ár, hann hevði livað, hevði hann í frið og náðum havt bert tvær gongur á sínum andaliga haga, og í hesum báðum vóru øll menniskjuni. Í aðrari tey ringu, avlagaðu, tey, sum vóru í parti við harra Punthavn og styðjaðu blað hansara Bergmál. Í hinari tey skilagóðu, rættsiktaðu, tey sum skuldu redda mannaættina, øll hesi, sum hildu seg til hansara og styðjaðu blaðið Dagens Emne<<. Albert Buck gerst so í ørviti av tí, skúlastjórin hevur sagt, at hann melur í klingur mitt á Niels Finsensgøtu. Mefistofeles Árantsen lærari og Buck blaðstjóri verða eftir ein rumblutan fólkafund bodnir á skrivstovuna hjá Lister & Co til sjussar og sigarir. Tað er fulltrúin hjá Bakka-Hanusi, Bjarni Berg, sum bjóðar, og hann nýtir høvi at greiða frá síni politisku filosofi: >>Vit handilsmenn taka tað heilt øðrvísi. Vit taka menniskjuni og hendingarnar, sum tónaskaldið tónarnar, vit samskipa alt í eitt samljóð, ein lívssymfoni. Vinur, fíggindi, samarbeiðsmaður, mótstøðumaður, valafólk og vesælingur, alt er hetta bert tangentar á tí stóru urguni, vit spæla lívssymfoniina á. Tað er kunsturin hjá tí einsæra, at nýta tangentarnar so, at tað rætta samljóðið kemur burturúr, so tú fremur tín vilja, tína skapandi trá. Tað eru hesi 'tónaskaldini', ið skulu byggja landið upp.<< Hetta, Bjarni Berg sigur, er yvirmenniskjafilosofi í haminum á nútímans kapitalismu. Hann kennir seg hátt hevjaðan yvir allar politiskar ideologiir, tær verða aldrin annað enn amboð í bardaganum hjá honum at fáa hendur á meira peningi, meira makt. Tað lukkast tí snúðiga og hála Bjarna Berg at lumpa tað, hann vil vita um Íhaldsflokkin, burtur úr Árantasen. Og alt verður skrivað niður. Allar hansara gerðir hava eitt ávíst endamál, eisini innbjóðingin til ein sjuss. Í endanum á skaldsøguni fær lesarin at vita, at Bjarni Berg savnar saman upplýsingar um fólk, og hann verður ein hóttandi modernaður persónur við meira enn einum farra av fascismu. Bakka-Hanus følir seg kallaðan at stovna nýggjan flokk, sum fyrst og fremst skal stuðla vinnulívinum við at gera banka. Men striltið gongur, og rokningarnar til Lister & Co blíva alt meiri hóttandi. Tann Mefistofeles-líki Bjarni Berg skjýtur tá upp, at teir skulu falsa roknskapin. Bakka-Hanus mutar ímóti og sigur, at tað er ólógligt, men Mefistofelses veit ráð: >>Men minnist til, at Gud stendur yvir lógini. Várharra kann væl, tá ið tað er hansara vilji, nýta sínar tænarar til at forða illum kreftum í at fremja sín óndskap til skaða fyri sakleys menniskjur - eisini tá ið tær borgarligu lógirnar verða brotnar.<< Somu nátt samtalar Bakka-Hanus við Gud sum góðkennir fíggjarsvik og lovar at vera við honum í tí politiska starvinum. Hóast trúnaðarflokkurin, sum nevnir seg Nýggiflokkur, hóttir við himmali og helviti, um fólk ikki atkvøða fyri flokkinum, so gongst ikki væl til valið. Men Bjarni Berg veit ráð: >>Vit skulu verða nationalir<<. Tríeindin kapitalur, religión og tjóðskaparkensla má føra til sigur. Ástarsøgan Kærleikssøgan millum Elsbu og Tórmann hvørvur so líðandi í tí politiska spælinum. Í tí fyrsta triðinginum av skaldsøguni er hon ein fastur táttur í søgugongdini, meðan hon í restini av bókini bara kemur fyri sum tvey at kalla sjálvstøðug kapittul, IX og XII. Tórmaður er ógvuliga knýttur at mammuni, og tá ið hann og Elsba kasta saman, følir hann, at hann svíkur mammuna, at hon og gentan draga hvør sína línu: >>Tvær kvinnur togast um hann: Móðirin við sínum siðaarvi, sum hann hevur innsogið og er vorðin ein partur av honum sjálvum, stendur ímóti, ein tungur sorgblíður bardagi. Men Elsba vinnur, tann trygga sterka Elsba<<. Tórmaður er tann ivasami, sum ikki lítur sær til at taka støðu, tí soleiðis er hann uppaldur. Fyrst hevur mamman staðið fyri øllum og nú Elsba. Tað vísir seg skjótt, at kvinnurnar báðar draga somu línu, og at tær kenna samhug hvør við aðrari. Men nú skal Tórmaður standa ímóti tveimum sterkum kvinnum, og hann følir seg enn veikari og meira ivasaman enn áður. Elsba roynir at vissa hann um, at trupulleikarnir hjá honum hava einki upp á seg, men fyri Tórmann er tað lítil uggi í hesum. Hann vil vera við, at grundin til, at hann er so veikur, stavar frá uppvøkstrinum, har alt hevur verið eftir >>tí atburði, sum var samtyktur av foreldrunum, slektini og teirra líkum<<. Í Havn livir Tórmaður í samsvari við ta nýggju tíðina, men hann hevur fingið eina uppfostran sum hoyrir tí undanfarna ættarliðnum til. Úrslitið er, at hann hevur ilt við at koma í samljóð við seg sjálvan, og skuldarkensla mótvegis móðurini ger í heilum vart við seg. Elsba er í stóran mun uppvaksin uttan foreldur, og hon er tí frí at liva og láta, sum hon følir er rætt. Tórmaður verður sleptur, har hann á tremur av iva spyr seg sjálvan, um hann aldrin verður maður at liva, sum hann er. Humor Skemtið í >>Leikum fagurt<< er í høvuðsheitum ein blandingur av satiru og spei. Tað er tí rættiliga øðrvísi enn í teimum undanfarnu bókunum hjá høvundanum. Í >>Leikum fagurt<< er tað eitt vápn vent ímóti einum máli uttan fyri skaldsøguna sjálva, og tað minnir tí eitt sindur um satiruna hjá Hans Scherfig. Tann margháttliga lýsingin av ymsum tilburðum skapar ein fráleika, sum loyvir høvundinum at viðgera viðurskiftir, sum samfelagið hevur trokað til viks og kávað útyvir. Einastaðni letur høvundurin Tórmann royna seg sum fosturlandsskald: >>Bleiktra fríða Føroya flagg - so er at finna rím til flagg - roynir nagg, vagg, agg - Jú, agg -: Ránsmenn bera til tín agg<< o.s.fr. Sjálvsagt er lýsingin satirisk, men samstundis er hon ein góð mynd av fyribrigdum innan føroyska yrking. Orð og gerðir fylgjast minni enn so altíð. Í fyrstani er Tórmaður á gosi av tjóðskaparkenslum, og hann vísir eina bløðru fram, hann hevur fingið av at bera flaggið í skrúðgongu: >>Hygg, hetta fekk eg undir Føroya fólks merki. Hetta er tað fyrsta sár, eg havi í víggið fingið.<< Beinleiðis skemtiligar lýsingar eru eisini. Ein er myndin av blaðstjóranum á íhaldsblaðnum: >>Albert Buck er ein lítil gleivbeintur maður við ongum hárprikki á høvdinum, búkstórur og grábleikur, gongur altíð við ørmunum út frá sær, mest sum hann skuldi rikið eitthvørt framman fyri sær. Allir ættmenn hansara aftur gjøgnum tíðirnar høvdu verið seyðamenn, so hann hevði hetta rekingarlagið í kjøtið borið. Hann var blaðstjóri á blaðnum "Dagens Emne"<<. Valdagin verður mangt roynt. Aftur fyri nakrar snapsir og hjálp við torvskurðinum fæst ein eldri maður at atkvøða fyri Framtaksflokkinum. Ein annar >>keypti mammu síni, sum sat lamin við eldin, eitt hálvpund av fikum og gav henni, setti hana á eina hjólbøru og koyrdi hana oman.<< Eitt lítið hissini er, at hvørja ferð tjóðskaparmenninir skála fyri føðilandinum - og tað gera teir í heilum - verður danskur snapsur drukkin. Skaldskapur og veruleiki >>Leikum fagurt<< er í mangar mátar ein politisk lyklaskaldsøga, har tú kennir hendingar og fyribrigdir aftur úr veruleikanum, eisini ofta persónar, men eg dugi ikki at siga, um teir einstaku persónarnir í >>Leikum fagurt<< eru tiknir beinleiðis úr tí politiska lívinum í tretivuárunum. Íhaldsflokkurin er uttan iva Sambandsflokkurin, og Framtaksflokkurin er Sjálvstýrisflokkurin. Báðir flokkar mugu sigast at vera rættiliga væl raktir. Javnaðarflokkurin finst ikki í skaldsøguni, kanska er tað fyri at gera teir politisku mótsetningarnar einfaldari, ella kanska er tað, tí skeggið stendur so nær høkuni. Heðin Brú var jú javnaðarmaður. Tann mest áhugaverdi flokkurin er Nýggiflokkur, ið er ein svíðandi lýsing av Vinnuflokkinum, sum kom á ting við tveimum monnum í 1936. Bakka-Hanus kemur eisini inn við tveimum monnum. Tey seinastu orðini í skaldsøguni, >>Vit skulu verða nationalir<<, uppskriftin upp á framgongd, vístu seg at passa. Vinnuflokkurin, sum broytti navn til Fólkaflokkurin, fór úr tveimum monnum upp í seks mans við valið í 1940. Giliadsfólkini, ið stuðla Nýggjaflokki, eru einahelst Brøðrasamkoman. Bløðini Dagens Emne og Bergmál eru ivaleyst Dimmalætting og Tingakrossur. Ósámulig Í Varðanum nr. 23, 1944 stendur stuttsøgan >>Á náttartíð<<, sum seinni - við smáum broytingum - gjørdist fyrsta kapittul í >>Leikum fagurt<<. Tað stóðst ein lítið kjak burtur úr hesi søgu, og Heðin Brú varð ákærdur fyri at vera ósømiligur. Í Føroya-Socialdemokrati 8. mai sama ár vilja Heðin Brú og William Heinesen vera við, at teir hava fingið eina søgu sendandi, sum skal vera fyridømi fyri sámuligari skriving. Søgan er - við nútímans málburði - ein political correct umskriving av >>Á náttartíð<<. Her situr Klára Sigmundardóttir og broderar, tá ið tann blanka edrúi Hjørleivur Fríðberg kemur á gátt. Hann sigur seg ikki hava fingið bløðru av at bera tað poleraðu flaggstongina, men at ein javnaðarmaður hevur bitið hann í fingurin. Síðani samtala tey høviskliga inntil Hjørleivur sigur seg elska Kláru: >>Tá smíltist hon kaldliga og segði: >>Puff! - Ja, so fati eg hvussu vorðið er. Mestur hava tygum sjálvur bitið tygum í fingurin til hjáputur fyri at koma inn higar í kvøld, tá ið tygum vistu, at eg var einsamøll. Valla eru tygum tann sámuligi drongurin, sum tygum látast at vera, og harmuligt tykist tað mær, at sovorðnir konufólkarevar skulu vera í fólkaflokkinum. Ikki skuldi tað undra meg um tygum sjálvur vóru javnaðarmaður<>Leikum fagurt<< er rættiliga annarleiðis enn hinar skaldsøgurnar hjá Heðini Brú, bæði tí hon fer fram í Havnini og ikki úti á bygd, og tí tað eru so nógv fólkanøvn, sum eru við til at skapa eina kenslu av kaleidoskopiskum vavgreyti. Haraftrat er hon lyklaskaldsøga, sum fer fram heilt fá ár undan, hon er skrivað. Tað gav eisini at bíta. Ætlanin var, at hon skuldi hava eitt framhald, men tá ið vinmenn hjá høvundinum lósu handritið, fráráddu teir honum at gera meira við hetta viðkvæma og eldfima evni. Jón Rasmussen jonras@greennet.gl Samskipið suðuroyarsiglingina og skotlandssiglingina Tað er ikki gjørligt at byggja eina farleið millum Føroyar og Skotland upp, uttan at hetta kostar nakað av almennum peningi. Avgjørt bíligasta loysnin er samskipan av sigling til Suðuroyar og sigling til Scrabster. Samstundis fæst størri nytta av íløguni í nýtt Suðuroyarskip. Tá er tað eisini nátúrligt at ráð verða til eitt betri Suðuroyarskip. Møguligt er at finna nýtiliga loysn fyri samband til Suðuroynna, tá Suðuroyarskipið er burturi. Spurningurin er, um føroyska samfelagið vil hava eina bíliga Skotlandssigling, um føroyska samfelagið fleiri ár frameftir er sinnað at finna nógvar milliónir til eitt sjálvstøðugt skip?. Ella um tað heilt einfalt onki alment stuðlað farma/bilaferjusamband skal millum Føroyar og Skotland. Tá kunnu vit sjálvandi vóna og droyma um, at tað eru so góðar handilsligar grundir fyri siglingini, at privat partafelag byrjar siglingina av sínum eintingum. Kanska hendir tað, men álvaratos er tað trúligt? Síggi nú í internnetbløðunum, at Skipafelagið Føroyar hevur í umbúna at niðurleggja Skotlandssiglingini. Útflutningur, innflutningur, mentan og samskifti Føroyingar hava altíð ynskt gott samband til Skotlands. Høvuðsorsøkin er, at stórur partur av føroyska útflutninginum fer til Skotlands og til Bretlands. Fyri útflutning av fiski hevur tað eisini stóran týdning, at Skotland er okkara næsti granni, sum samstundis eisini hevur vegasamband til Europeiska meginlandið, soleiðis at tá feskur fiskur er komin í land í Skotlandi, er bert eftir at koyra, so kemur fiskurin skjótt fram til keyparan nærum allastaðni í Europa. Tað eru stórir møguleikar fyri føroyska innflutningin við betri sambandi við Skotland. Vinnuliga og politiskt verður hesin parturin av orðaskiftinum illa tikin við. Tað verður sagt, at hava minni týdning. Tað hevur minni týdning - jú; men tað er als ikki týdningarleyst. Tað eru møguleikar at fáa eins góðar vørur í Skotlandi sum í Danmark. Tá vørurnar samstundis vanliga eru bíligari, hevur hetta stóran týdning fyri føroyska samfelagið, á tann hátt fær føroyska samfelagið og føroyski brúkarin meira nyttu burtur úr tí peningi, sum nú einaferð eru at húsast fyri. Skúlaflokkar í fólkaskúlanum, HF-flokkar, handilsskúlanæmingar og hægri útbúgvingar hevði brúkt møguleikan fyri útbúgvingarligum samstarvi við Skotland. Lærarar og aðrir fakbólkar hava tikið eftirútbúgvingar í Skotlandi. Áhugabólkar fyri at varðveita føroyska bátin hava funnið samhugaðar í Skotlandi. Ung fólk hava fingið sær útbúgvingar í Aberdeen. Familjumenn hava fingið sær arbeiðið í skotska oljuídnaðinum og hava ferðast heim eina ferð um mánaðin til familjuna. Spakuliga tók alt føroyska samfelagið - vinna, skúlar, áhugafeløg og familjur - ímóti teimum mentunarligu og útbúgvingarligu møguleikunum, sum vóru meðan sambandið til Skotlands var betri eitt tíðarskeið. Tað er sjálvandi leingi, áðrenn Skotland fær eins stóran týdning sum Danmark fyri okkum handilsliga og mentunarliga. Tað er okkara næsti granni. Føroyingar føla seg væl millum skotar. Tað eru frammanundan knýtt vinabond. Nógvir føroyingar búgva í Skotlandi og í Bretlandi. Í Skotlandi er oljuvinna lík tí, vit vænta í Føroyum. Tað er vert at royna at stimbra møguleikarnar. Royndirnar higartil Rutusambandið millum Føroyar og Skotland hevur mestu tíðina verið loyst sum ein partur av sambandinum millum Føroyar og Danmark. Tað hevur fyri ferðandi millum Føroyar og Danmark verið merkt sum ein stegður í rullinum og ein longjan av ferðatíðini. Skotland gleið burtur úr ferðafólkafarleiðinum og varð bert røkt við farmaskipum. Við siglingin við Smyrli millum Føroyar og Aberdeen varð roynt at fáa Skotlandssiglingina at standa einsamalla. Royndin vísir, at tað er eitt rímuliga stórt grundarlag, men ikki nóg mikið til at gjalda rakstrarkostnaðin. Skipafelagið roynir síðan aftur við at skipa Skotlandssiglingina sum ein part av farmasiglingin til Danmarkar. Teir siga nú frá, at teir muga niðurleggja farleiðina. Smyril Line sigldi til Skotlands um summarið teirra fyrsta ár við Norrønu; men teir góvust, og ongar ætlanir eru um at byrja aftur. Stutt kann tí sigast: Tað bar ikki til hjá Skipafelagnum at hava Skotlandssiglingina saman við siglingini til Danmark á einum skilaligum tænastustøði. Tað bar ikki til við Smyrli at hava eina sjálvstøðuga sigling til Skotlands á einum fíggjarligum grundarlagi, sum føroyska samfelagið var sinnað at bera kostnaðin av. Tað má harafturat metast rættiliga avgjørt, at tað er ikki privatur íløguhugur at royna at byggja upp sjálvstøðuga farleið til Skotlands. Flúgving, skipasamband ella bilaferja Tann besti kombineraði møguleikin fyri útflutningi, innflutningi og ferðasambandi er at funnin verður ein bilaferjuloysn. Við bilferju ber til, at føroyskir persónbilar og lastbilar koyra til Skotlands og víðari til Europeiska meginlandið. Tað gevur møguleikar fyri einari føroyskari bilaflutningsvinnu. Sjálvt um nógv ferðafólk ynskja at flúgvingin verður útbygd, so tekur hetta eisini tíð. Fyri nógvar brúkarar er tað av stórum týdningi at koyra víðari í Skotlandi. Hetta vilja teir ofta helst gera í egnum bili. Tað er tí ikki ein nóg loysn bert av hava farmaflutning við skipi og fólkaflutning við flogfari, tí tá missur sambandið ta týdningarmiklu dygdina av at kunna flyta fólk, akfør og farm samstundis frá einum veganeti til annað veganet. Flogsamband vil nátúrliga mennast saman við regluligum bilferjusambandi. Møguleikar Tað er tí ikki líkt til, at Skotlandssiglingin kann byrja av nýggjum, uttan at politiskt av nýggjum verður funnin ein loysn, sum brúkarin og føroyska samfelagið kunnu góðtaka. Skal veganetið nýtast og ferðasambandið mennast, er neyðugt at ferðafólk, persónbilar, lastbilar og farmur kunnu ferðast høgliga. Ein bilferja millum Føroyar og Skotland skal sigla úr Føroyum seint í vikuni fyri at hava við útflutningsvørur til skotska, enska og europeiska marknaðin. Siglast skal úr Skotlandi soleiðis at innflutningsvørur eru í Føroyum sunnudag ella mánamorgun. Aðrar tíðir í vikuni vil inntøkugrundarlagið verða munandi minni á farleiðini. Tað hevur ikki eydnast at víst á nakra bíliga loysn, uttan at hendan verður tengd saman við strandfarasiglingini. Tað er soleiðis, at allar strandfaraferjurnar skulu skiftast út rættiliga skótt - tað skal helst gerast so skjótt yvirhøvur gjørligt - t.v.s. innan fyri eitt 10 ára-tíðarskeið. Tað skal m.a. keypast/byggjast nýtt Suðoyarskip. Tað skal keypast/byggjast ein ferja, sum vanliga verður brúkt á aðrari farleið, men tá Suðuroyarskipið er í dokk 2-4 vikur um árið, skal næststørsta ferjan røkja Suðuroyarleiðina. Tað skal kanska keypast/byggjast ein katamaranur at røkja sambandið millum Skálafjørðin, Nólsoynna og Tórshavn gerandisdagar og Suðuroynna um vikuskifti. Møguleikarnir eru nógvir, spennandi og kostnaðarmiklir. Tað eru fleiri av hesum møguleikum, sum samsvara væl við, at Suðuroyarskipið eisini í vikuskiftunum røkir eina regluliga vikuskiftissigling til Skotlands. Specifikatiónirnar til eina góða Suðuroyarferju og til eina góða Skotlandsferju eru nærum eins. Nyttan av íløguni verður munandi størri við at ferjan røkir báðar uppgávur. Íløgan er væl omanfyri 100 mió. kr. Tá sama góða ferja verður brúkt bæði til Suðuroyarsigling og Skotlandssigling verða bindingar. Ikki er møguligt at sigla longur enn til Scrabster. Ferjan verður burtur frá siglingini til Suðuroyar leygardag og sunnumorgun. Neyðugt er at finna eina brúkiliga loysn upp á Suðuroyarsambandið teir umleið 30 tímarnar um vikuna, sum ferjan er burturi. Ein góð loysn er, at ein katamaranur, sum verður brúktur gerandisdagar norðanfyri, leygardag og sunnumorgun røkir siglingina til og frá Suðuroynni. Onnur loysn er, at næststørsta ferjan hjá Strandfaraskipum Landsins siglir leygardag og sunnudag til Suðuroyar. Næststørsta ferjan vil um 5-10 ár verða ein nýggj ferja til støddar sum Dúgvan men við stabilisatorum, so komforturin verður ikki nógv øðrvísi enn við Smyrli í dag. Valda loysnin kann verða fyriskipað við at lata Strandfaraskip Landsins standa fyri øllum søluarbeiðnum av farleiðini, sum tá Smyril sigldi. Annar møguleiki er at skipa sølupartin í eitt alment/privat partafelag, sum hevur avtalu við Strandfaraskip Landsins um pláss og prís fyri flutningin, og hetta felagið er sambindingarlið millum føroysku og útlendsku brúkarnar um flutning víðari millum marknaðarnar. Niðurstøða Fyri Føroyar er týdningur av góðum sambandi til Skotlands stórur fyri útflutning, innflutning, mentunarligt samstarv og ikki minst fyri okkara møguleikar at verða meira óheftir av donskum útbúgvingum og donskum handilsfyritøkum. Tað er ikki gjørligt at byggja eina farleið millum Føroyar og Skotland upp, uttan at hetta kostar nakað av almennum peningi. Avgjørt bíligasta loysnin er samskipan av sigling til Suðuroyar og sigling til Scrabster. Samstundis fæst størri nytta av íløguni í nýtt Suðuroyarskip. Tá er tað eisini nátúrligt at ráð verða til eitt betri Suðuroyarskip. Møguligt er at finna nýtiliga loysn fyri samband til Suðuroynna, tá Suðuroyarskipið er burturi. Orðaskiftið hevur verið um hetta og líknandi mál fleiri ferðir. Løgmaður sum samferðslumálaráðharri kann velja at gera eina kanning; men eg meti so avgjørt, at royndirnar eru nóg drúgvar, og neyðugar kanningar eru gjørdar til at taka høvuðsavgerðina. Ynskir føroyska samfelagið eina bíliga Skotlandssigling, har Suðuroyarskipið siglir til Scrabster? Ynskir føroyska samfelagið fleiri ár frameftir at finna nógvar milliónir til eina loysn við sjálvstøðugum skipi? Triði møguleikin er heilt einfalt at góðtaka, at tað ikki er alment stuðlað farma/bilaferjusamband millum Føroyar og Skotland. Tá kunnu vit sjálvandi vóna og droyma um, at tað eru so góðar handilsligar grundir fyri siglingini, at privat partafelag byrjar siglingina av sínum eintingum. Kanska hendir tað, men álvaratos er tað trúligt? Eg vil ynskja gott orðaskifti. Tasiilaq 19. februar 1998 Jón Rasmussen, verkfrøðingur e-mail: jonras@greennet.gl tlf.: 009 299 981 583 Halla Poulsen og John Thomsen utiverd53@hotmail.com Hjá Jústines og Poulu í Singapore og til elddans og hanadyst á Bali Tey vitjaðu fyrst í tí fjarskotna og ævintýrkenda fjallalandinum Nepal. Higani gekk leiðin til Malaysia við øllum sínum stóru templum. Hesaferð støkka tey inn á gólvið hjá tí føroyska húskinum í Singapore, Jústines og Poulu - og leiðin gongur síðani víðari til Bali, har tey uppliva elddans og hanadyst saman við tveimum øðrum føroyingum, sum eisini eru á fjakkaraferð Halla Poulsen og John Thomsen hava fjakkað í fjareystrið síðani síðsta heyst Aftaná at hava stressað gjøgnum tvey stór lond, var tað sera hugaligt at koma til lítla Singapore. Her var ikki nóg stórt til, at vit kundu stressa. Vit koyrdu suður í bussi úr Malaysia, og komin til brúnna, ið samstundis er markið til landið, byrjaðu hesir risastóru bygningarnir at reisa seg. Singapore er eitt land, ein oyggj og ein stórbýur. Okkara fyrsta møti við Singapore bý var ikki serliga tespiligt. Tá ið vit traðkaðu úr bussinum, hoyrdu vit nøkur illfýsin buldur úr erva, og løtu seinni oysti tað niður. Vit stóðu á eini gøtu, vistu ikki, hvar og vistu ikki hvagar vit skuldu ganga. Aftaná at hava steðgað nøkrum flýggjandi singapore'anarum, funnu vit útav vegnum. Tað tók okkum tó hálvan annan tíma at koma á rætta stað. Hetta var ein eitt sindur skelkandi byrjan, men dagin eftir settu vit nøsina móti tí donsku sjómanskirkjuni. Hjá Jústines og Poulu Flestu føroyingar munnu hava hoyrt nógv um Singapore frá dugnaliga skrivandi útisetanum Jústines Eidesgaard. Vit høvdu eisini hoyrt um hann, og høvdu sum einasta mál á skránni at finna kirkjuna, har hann og konan Poula starvast. Fyri einaferð skuld høvdu vit eydnuna við okkum, og tey vóru ikki bara blíð og týð; nei, tey tvíhildu um, at vit skuldu koma og búgva í gestahúsi teirra. Hetta vóru vit sera takksom fyri, tí vit vóru stórliga bilsin um, hvussu dýrt alt er í Singapore. Eisini var tað himmalskt at koma til eitt meira vinarligt og heimligt umhvørvi. Tað vildi so til, at kirkjan dagin eftir fekk vitjan av donsku prinsessuni Benediktu. Hetta var í samband við eina diabetes-ráðstevnu, og har skuldi vera ein stutt guðstænasta og móttøka aftaná. Vit hildu hetta ljóða sera spennandi og vildu fegin verða við, men vit høvdu ongi hóskandi klæði. Hetta syrgdu tey bæði, Poula og Jústines tó fyri; John fekk buksur, skógvar og slips - hann passaði í hvussu so er slipsið! - og Halla ein rættan ballkjóla. Vit máttu tó heilt til arbeiðsgevaran hjá maid'ini, ið búði við síðuna av, fyri at læna skógvar til Hallu. Undir øllum umstøðum, vit hittu so Benediktu prinsessu, og hon var mikið fitt. Har vóru eisini fitt av donskum fjakkarum, og prinsessan hevði onkra skemtandi viðmerking til eina gentu, ið týðiliga hevði brúkt nógva tíð á strondini í bikini. (Kjólin avdúkaði hana!) Fylgja við í Internetsosialinum Tíðin gekk sera skjótt í Singapore, og vit fingu rættiliga hvílt okkum. Vit vóru rætt og slætt sera dovin, men teir stóru innkeypsdeplarnir vórðu dúgliga vitjaðir. Eisini vórðu tey ofta mánaðargomlu føroysku bløðini lisin á tamb, og stuttligt var at hoyra tað seinasta nýggja, um tað so vóru gamlar nýggjheitir. Vit høvdu eisini fylgt við í Ínternetsosialinum gjøgnum Asia, men nú høvdu vit betri tíð at lesa "i ro og mag". Ein av døgunum vóru vit úti á oynni Sentosa, ið liggur beint uttan fyri Singapore. Hetta er størsta ferðafólkamál í Singapore, og millum vanlig fólk verður nógv gjørt burturúr at fara vikuskiftistúrar út hagar. Tað eru ymiskir háttir at koma út á oynna, men tann mest áhugaverdi er við teimum sonevndu "cable cars". Hetta minnir einamest um skílyftir. Tú situr í einum vogni, ið verður togaður eftir einum kaðali, og hægsta punkt er 90 m. yvir havinum. Sum verða man er útsýnið yvir stórbýin avbera gott, og eisini leggur tú serliga merki til ta stóru havnina, ið annars er fjald aftan høgar veggir ella trø. Tú sært beint niður yvir allar hesar túsundtals bingjurnar, og tær síggja ikki størri út enn nakrir legokubbar. Fiskahøvd í karry Sum sagt gingu dagarnir í Singapore ógvuliga skjótt. Tann 5. desember fylti John 25 ár, og Jústines og Poula bjóðaðu okkum út at eta. Vit fingu Singapore specialitetin curry fishhead, ið er stokt fiskahøvd við ymiskum grønmeti, kryddað við karry. Tað smakkaði yvirraskandi væl. Tann eina dagin fóru vit at síggja tann singaporeanska "chinatown". Sjálvt um Singapore næstan bara hevur kinesiskar íbúgvar, so hava teir eitt serligt øki, har húsini eru tey traditionellu kinesisku. Tað var sera hugnaligt at ganga runt í hesum lítlu gøtunum, men her búðu fólk, ið høvdu nóg mikið av peningi, í mun til tann Chinatown, vit sóu í Malaysia, har alt var meira fátæksligt, og á ein løgnan hátt meira ektað. (Ikki tí, gott hjá teimum í Singapore at hava nóg mikið av peningi). Her vóru templini og marknaðurin eisini nógv vakrari. Aftaná at hava hugnað okkum í Singapore í alt ov langa tíð, fóru vit at hugsa um at fara víðari, og síðan vit skuldu verða á Bali 29. desember hildu vit, at tað fór at verða ov lítil tíð at taka alt Indonesia, sum vit upprunaliga høvdu ætlað. Vit høvdu ikki hug at skunda okkum gjøgnum Indonesia, so vit valdu heldur at fara beinleiðis til Bali, og so heldur hava góða tíð har. Júst tá ið vit høvdu avgjørt hetta, vóru vit so heppin at hitta eitt annað føroyskt par, Allan Dalsgaard og Beintu Johannesen. Tey vóru eisini á veg til Bali, og skuldu júst fara at keypa flogbillettir. Vit slógu okkum saman, og tveir dagar seinni sótu vit í flogfarinum á veg til Bali, øll fýra. Bali í Indonesia Vit lendu seint um kvøldið, og vóru sera bilsin um tann ógvusliga hitan so seint um kvøldið. Tað ordiliga slóg ein í móti. Vit tóku ein taxa til Ubud. Hesin býur er kendur fyri at verða miðdepil hjá listaskerum á Bali. Tað tóktist sera óvinarligt og óunniligt at koma so seint á kvøldi, tí ongi gøtuljós vóru, og vit høvdu als onga staðarkenslu, so nýkomin. Staðið vit høvdu ætlað at búgva var fult, og ein drúgv løta gekk, áðrenn vit fingu innivist beint í nánd. Eisini har var heldur fult, so vit máttu taka til takkar við einum kamari, øll fýra. Tað var tó ongin trupulleiki, og vit sovnaðu øll rættiliga skjótt. Morgunin eftir fóru vit út at hyggja eftir Ubud. Sum verða man vóru hesir træfigurhandlarnir allastaðni, og í fyrstuni fóru vit inn í hvønn tann einasta at hyggja. Hetta var ómøguligt i longdini, tí her vóru so nógvir, at tað hevði tikið fleiri vikur. Allir seldu nøkunlunda tað sama, og tað vóru einastandandi flottir figurar, teir skóru. Eisini maskur, ið er ein høvuðsvøra. Summar vóru lítlar, summar stórar við longum hári, aðrar sera litríkar og aftur aðrar bara ljóst ella myrkt træ. Onkuntíð høvdu tær sera nógvar detaljur, og onkuntíð vóru tær heilt einfaldar. Tað var heilt øðrvísi enn í Nepal. Nógv størri útboð, og fleiri ymiskar støddir. Vit brúktu henda dagin til at ganga runt og hyggja okkum um, og eisini fóru vit ein túr inn í skógin, Monkey Forrest. Hann livdi gott upp til navnið, tí apurnar svingaðu í trøunum, og vóru tær sera spakar. Vit keyptu bananir og nøtir, og um tú ikki gav teimum tær beinanvegin, so komu tær og togaðu í teg. Eitt sindur ræðandi. Vit sóu eina konu, ið nærmast var álopin av einari apu. Hon hekk uppi á henni, og eg haldi konan gjørdist nokk so bangin. Inni í skóginum var eitt tempul, men vit høvdu ikki loyvi at fara inn hagar, tí vit høvdu ikki røttu klæðini. Meðan vit stóðu uttanfyri, komu nakrar Bali-konur gangandi í teirra traditionellu klæðum við kurvum á høvdinum. Tær bóru tær uttan at halda í og við hasum eyðkenda vakra gongulagnum; beinan rygg og høkuna upp. Í kurvunum vóru offurgávur til gudarnar, og hesa mynd komu vit at síggja oftani aftur. Teirra trúgv setur sera stóran dám á teirra gerandisdag, og allastaðni á gøtuni og fram við dyrnum á húsum og handlum, sært tú hesar smáu kurvarnar gjørdar av bananbløðum við eitt sindur av rísi, onkrari blómu og so roykilsispinnum, sum liggja og gløða. Eisini á matstovum o.l. hava tey ein vegg við onkrari gudamynd, og har gera tey so hesi ritualini fleiri ferðir um dagin. Apur og list Dagin eftir fóru vit at leita eftir einari avdeiling hjá Jysk Rejsebureau, tí Beinta og Allan áttu kanska post har. Har var ein sera blíð apa, ið hekk í einum træ, og tá Halla setti seg niður, kom apan og klatraði upp á hana, og vildi ikki flyta seg aftur. Hon legði seg so long sum hon var í fangið, og hevði tað so himmalskt. Halla fekk til seinast reist seg upp, og láturin mundi ongan enda fingið! Aftaná hetta fóru vit á tað lokala listasavnið, og áhugavert var at lesa um, hvussu útlendskir listamenn, ið komu til Bali, byrjaðu at læra ungar balinesar at mála, og hvussu hetta endaði við at verða ein 'sjangra' fyri seg innan málningalist á Bali. Eisini vóru nógvir gamlir málningar, og tað var ótrúligt at síggja, hvussu detaljeraðir teir vóru. Onkrir av nútímans listamonnum - nøvnini eru langsíðan horvin - høvdu málað málningar av sama slag, ið vísti nútíðarsamfelagið á Bali, og stuttligt var at síggja, hvussu surfarar, vatnskí-menn, masku- og elddansur, alt var flettað saman við japanarum við teirra fotokanónum. Og aftur so ótrúliga nógvir smálutir! Elddansur Tað eina kvøldið fóru vit at hyggja eftir tiltikna balinesiska dansinum. Vit sóu tveir dansir, fyrst ein, ið vísti søguna um ein prins og prinsessu hansara. Gentan verður lokkað inn í skógin og 'kidnappað' av einum ondum grannakongi. Síðan kemur apukongurin Hanoman og hjálpir prinsinum at bjarga prinsessuni. Alt hetta verður víst í dansinum, og tónleikinum syrgdi eitt 60-manna kór fyri. Teir sótu á gólvinum í einum ringi, ið samstundis var pallurin. Áskoðararnir sótu so aftur rundanum hesar. Inni í miðjuni stóð eitt træ við livandi ljósum, og hetta dansaðu tey rundanum. Tað var hesin eyðkendi dansurin, har tey alla tíðina brúka fingrarnar og hendurnar, og rørslurnar eru als ikki menniskjaligar summatíðir. Eisini brúka tey sera nógv eyguni og andlitsbrá, meðan tey dansa. Hetta var ógvuliga hugtakandi at síggja. Dansararnir vóru tvær ungar gentur og tveir menn. Genturnar dansa bert, meðan tær eru heilt ungar, og um tær eru góðar dansarinnur, fylgir hetta teimum restina av lívinum, og gevur teimum stóra virðing millum fólk. Tað mest spennandi var tó aftaná hendan dansin; tað, sum vit gleddu okkum mest til, nevniliga elddansurin. Aftaná at ein rúgva av kokusnøtaskølum høvdu logað eina góða løtu, kom ein ungur drongur rennandi inn á einum, ið vit høvdu kallað træhesti. Tað skuldi ivaleyst ímynda okkurt djór. Hann tók og sparkaði inn i bálið, so alt gólvið ýddi í glóðum. Síðani feiðaðu tveir aðrir drongir gløðirnar saman aftur, og drongurin rann ígjøgnum tær aftur og fram. (Søgdu vit at hann var berføttur?) Hetta endurtók seg eina góða løtu, og drongurin vísti ongi tekin um pínu av nøkrum slag. Vit sóu, hvussu glóðirnar onkuntíð festu seg upp eftir beinunum, men hann lat ikki um vón. Knappliga komu tveir aðrir dreingir rennandi inn og fangaðu hin, og síðani kom ein prestur og stroyddi heilagt vatn á hann, fyri at fáa hann at vakna úr transuni, hann hevði verið í. Aftaná kundu vit fara yvir og hyggja eftir føtrunum hjá honum, og tað einasta, har var at síggja, var sót. Hetta vóru vit sera 'imponerað' yvir at hava sæð. Hetta kvøldið høvdu vit bílagt okkum Bali 'specialitetin' roykta dunnu. Vit vóru sera spent at sleppa at royna hetta, ikki minst tí vit nærkaðust jólum, og øll droymdu um stokta dunnu, brúnkaði epli, sós og reyðkál. Dunnurnar komu á borðið. Aftaná eina løtu vóru vit øll samd um, at tað smakkaði.....løgið, men onkur helt "væl, løgið" og onkur "ikki væl, løgið"! Tað vísti seg tó, at tann eina dunnan var ein roykt høna, men hon hevði í minsta lagi meira kjøt á enn dunnan! Ein annan dagin fóru vit við einum minibussi ein túr runt á Bali. Vit byrjaðu við tveimum templum, ið ikki vóru so áhugaverd, og koyrdu so til gosfjallið á oynni. Á vegnum steðgaðu vit við eitt stað, har útsýnið yvir rís 'terassurnar' var serstakliga vakurt, so har tóku vit nakrar myndir. Á gosfjallasíðuni lá eitt tempul, The Mother Temple, og hetta var tað størsta Buddahtemplið í Indonesia. Tað hevur eina heldur løgna søgu, tí tá fjallið goysti fyri nógvum árum síðani vórðu allar smábygdirnar, ið lógu á fjallasíðunum lagdar í oyði, men templið var als ikki rakt. Hetta var sjálvsagt tulkað sum ein gudagerð, og gav templinum enn størri týdning. Í veruleikanum er tað ikki bara eitt tempul, men eitt tempulkompleks, og vit gingu niðan eftir eini síðu og oman eftir hini. Útsýnið var sera gott ovast, og vit sóu heilt út til havið, sjálvt um vit vóru nøkulunda miðskeiðis á oynni. Tað var har tað byrjaði at regna, og tá vit løtu seinni sótu á eini matstovu og ótu, regnaði tað verri enn í Singapore. (Tað hildu vit ikki verða møguligt!) Henda matstovan lá við ein sjógv, ið aftur lá í gosfjallakraterinum. Vit sóu royk koma úr einum holi longur uppi á fjallinum. Á veg oman aftur av fjallinum byrjaði veðrið beinanvegin at gerast betri, og vit løgdu als ikki merki til, at vit koyrdu einar 1000 m. niðuraftur. Hanadystir live Vit spurdu bilføraran, um hann visti nakað um hanadystir, ið oyggin er kend fyri. Teir eru ólógligir, so tú kanst ikki bara fara inn á kunningarstovuna og bíleggja atgongumerki. Hann segði, at tað vóru dystir í heimbygd hansara næstan hvønn dag, og vit kundu fara og vita. Vit vóru sera áhugaði, tí vit høvdu sæð okkurt um hetta í sjónvarpinum, men live... tað mátti upplivast! Tað fyrsta, vit hugsaðu um, var hvussu ógvusligt tað var. Hanarnir fingu ein hvassan uml. tummillangan knív bundnan á annað beinið, og so bardust teir til annar ikki klaraði meira. Vit bíðaðu eina løtu, meðan eigararnir "hitaðu hanarnar upp", t.v.s. royndu at øsa teir upp við at sleppa teimum møti hvørjum øðrum, men so taka teir aftur í seinastu løtu. Beint tá vit komu, tóktist tað, sum um øll fólkini - næstan bara menn mistu allan áhuga í hanunum, og hildu okkum verða nógv meira áhugaverd. Vit vóru tey einastu hvítu fólk har. Hetta broyttist tó, tá fyrsti dysturin var um at byrja, tá teir byrjaðu at veipa við armunum og troðka fram til gyrðingina. Vit skiltu, at teir veddadu um vinnaran. Síðani byrjaðu teir at rópa, og vit fingu tað til at verða fyri at eggja hanunum til at berjast. Fyrsti dysturin var tó eitt vónbrot, tí annar hanin rann undan allatíðina. Í tí næsta vann annar, men hann var so illa særdur sjálvur, at hann varð eisini dripin. Reglurnar siga, at eigarin av vinnandi hananum fær tapandi hanan heim við til døgurðapottin, so hesin eigarin fekk tveir! Triði dysturin var millum hanan frá fyrsta dysti og ein annan, og hin fyrri fekk loyvi at hava tveir knívar, bæði tí hann var minni og tí tað var hansara annar dystur í dag. Hann vann eisini. Beinta og Halla sóu lítið og onki av hesum dystinum, tí áskoðararnir vóru so ágrýtnir, at teir skumpa teg aftur um, um tú ikki skumpar aftur. Tíbetur hevði Allan sítt nýkeypta ....kæra barn, videotólið, sum hann helt uppi yvir øll tey myrku høvdini. Vit sóu so dystin á tí lítla skerminum. Hetta vóru nakrir av áskoðarunum, ið heldur ikki tímdu at troðka í hitanum, sera glaðir fyri, og einaferð, tá Allan tók videotólið niður, vórðu armarnir bara trýstir uppaftur av teimum. Hetta var teirra møguleiki at síggja av aftastu røð. Tann síðsta dystin hildu vit at vit skuldu royna at vedda, men bara Allan slapp. "Hansara" hani vann, men varð rættiliga illa særdur; annað beinið næstan kvett av. Alt í alt ein sera áhugaverdur og minningarríkur seinnapartur. Ótu meksikanst jólaaftan Aftaná nakrar dagar meira í Ubud, við sera góðum mati á Café Ryan og góðum løtum við kelduvatnshylin, hildu vit, at vit skuldu fara at kanna ta kendu strondina Kuta. Sagt verður, at har eru so nógv ferðafólk, at tey í sær sjálvum eru ein 'turistattraktión'. Vit fingu eitt sera gott hotel við svimjihyli, og 5 min. til strondina. Vit hildu ikki, at tað var so galið, so vit vóru verandi har og bíðaðu eftir jólunum. Dagarnir gingu alt ov skjótt, og knappiliga var tað 24. desember, og Allan og Beinta skuldu heim. Tey høvdu ikki sagt nøkrum frá har heima, ætlaðu bara at taka øll á bóli. Líkamikið, tað var sera stuttligt at hava ferðast saman við teimum, og vit saknaðu tey aftaná. Vit søgdu farvæl tíðliga um kvøldið, tey fóru á flogvøllin, og vit bæði fóru oman á strondina at síggja sólina fara niður. (Vit lovaðu at fortelja, hvussu tað var; onki serligt, yvirskýggja, so vit sóu als ikki sólina!) Aftaná fóru vit á meksikanska matstovu og ótu jóladøgurðan, og hiðani at ringja til bestu vinfólkini. Aftaná at hava tosað fyri alt ov nógvar pengar, fóru vit víðari at vita um vit høvdu fingið nøkur jólabrøv á e-mail'inum, tað høvdu vit. Vit sendu svar og gingu síðan heim, og komu tá í tankar um, at høvdu havt myndatólið við út, men nú var tað horvið. Vit royndu at leita allastaðni, vit høvdu verið, men einki var at gera, tað var burtur. Vit høvdu sjálvi lagt tað eftir okkum, so eingin var at skylda uppá. Ein heldur syrgiligur endi á jólaaftan, men tað helt tann persónurin, ið tók myndatólið kanska ikki. Restin av tíðini á Bali gekk við sama lag. Vit keyptu eitt nýtt myndatól, eitt sindur betur og heldur dýrari. Tann 29. des. flugu vit víðari til Darwin, Australia, og byrjaðu harvið ein nýggjan part av fer okkara. Hetta hoyra tit nærri um næstu ferð! P.S. Vit vilja gjarna takka øllum teimum, ið sendu jólaheilsan á 'netinum'. Tað vermdi at síggja, at vit ikki eru so fjart burtur hóast alt. Um nakar hevur hug at senda eina heilsan ella spyrja um okkurt, so er okkara addressa: utiverd53@hotmail.com Halla og John Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Tað var sera heppið at eg møtti Tróndi Fyrstu ferð hann var í Føroyum kom hann í einum skinnbáti, sum tey fægstu okkara høvdu farið um hav við. Nú hann var í Føroyum og helt fyrilestur nýttu vit høvið til at fáa eitt prát við Tim Severin, og tað skerst ikki burtur, at hann er sera glaður fyri vinmann sín, Trónda Patursson í Kirkjubø Tim Severin avmyndaður saman við Trónda Paturssyni Hann er ein sera fyrikomandi maður, Tim Severin. Ógvuliga lítillátin. Ger onki hóvásták burtur úr sær sjálvum, men er harafturímóti skjótur at geva ferðafeløgum sínum góð skotsmál. Og so liggur sera væl fyri hjá honum at greiða frá. Men hann hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hann hevur m. a. fylgt leiðini hjá Marco Polo, ferðast um Atlantshav í skinnbáti og so hevur hann eisini ferðast um Kyrrahavið á einum bambusflaka - úr Kina til Ameriku. Ein part av leiðini í øllum førum. Og ferðirnar hava ikki verið heilt vandaleysar heldur. Ferðin úr Kina endaði á ein hátt á opnum havi, tá teir valdu at fara av flakanum, tí hann var við at detta sundur. Men sum hann tók til í Norðurlandahúsininum: - Hóast tað, haldi eg, at ferðin við Brendan var vandamiklari. Tá var talan um ein skinnbát, sum kundi skrædna, meðan Kina-ferðin varð gjørd á einum flaka. Vaks upp í Indiu Men hvussu byrjaði hetta ævintýrið. Hvat er tað sum hevur givið honum henda øgiliga útferðarhugin. - Sum barn búði eg saman við familju míni í Indiu. Tá eg var nóg gamal byrjaði eg í skúla. Men eftir tveimum árum mátti eg sendast aðrastaðni í skúla. Tað var siður tá. - Foreldur míni sendu meg í skúla í Onglandi, so longu tá byrjaði eg at ferðast, og tá eg byrjaði á universitetinum var tað at ferðast vorðin ein vani - tað fór mær í blóðið. Tim Severin byrjaði at lesa geografi, og tá í tíðini var tað eitt krav, at geografilesandi skuldu skrivað eina uppgávu hvørs evni tey valdu sjálvi. - Tað helt eg verða órættvíst. Hini lesandi høvdu summarfrí, men vit skuldu arbeiða. - Men eg tosaði við professaran og skjeyt upp fyri honum, at eg fylgdi rutini hjá Marco Polo. Og so løgið tað ljóðar segði hann ja. Á tann hátt fekk Severin sligið tvær flugur við eitt smekk. Hann hevði eina góða summarfrí og ferðaðist, samstundis sum hann gjørdi eina universitetsuppgávu. Men ferðin tók tíð. Hann skuldi byrja aftur á universitetinum í september, men kom ikki aftur fyrr enn í november. - Men professarin bar yvir við mær, tí eg fekk nakrar virðismiklar royndir av ferðini. Tá hann kom aftur skrivaði hann eina grein um ferðina í sporunum hjá Marco Polo. Granskaði og skrivaði bøkur - Ein útgevari las hesa greinini og hann spurdi um eg ikki vildi skriva eina bók um ferðina. - So áðrenn eg var liðugur á universitetinum, hevði eg longu fingið eina innbjóðing til at skrivað eina bók. - Tá eg var liðugur við próvtøkurnar skrivaði eg bókina, sum varð útgivin, og tá hugsaði eg, at kundi eg liva av at gera áhugaverdar søguligar ferðir og skriva bøkur um ferðirnar, so vildi eg fegin gera tað. Soleiðis byrjaði ferðingarsøgan hjá Tim Severin. Hann hevur skrivað nógvar bøkur og gjørt eitt stórt granskingararbeiði í nøkur ár eftir hetta. - Bøkurnar vóru fyri tað mesta um kanningarferðir, og eg gjørdi nakrar smærri kanningarferðir sjálvur. Men tað var ikki fyrr enn seinni, at tann fyrsta heilt stóra ferðin varð tilrættaløgd. - Eg skrivaði seks bøkur áðrenn eg fór undir ætlanina við Brendan. Tá henda ferðin var av, torið eg at siga, at eg var útlærdur, og síðani havi eg gjørt fleiri ferðir. Brendan og Tróndur Hvussu hevur tú so samlað tær manning til hesar ferð-irnar? - Tað kom næstan av sær sjálvum. Onkur bløð skrivaðu greinar um ætlanina og eftir tað settu fleiri áhugaði seg í samband við meg. - So kundi eg velja burturúr. Onkrir teirra vóru ikki egnaðir til eina tílíka ferð. Aðrir gjørdu av at siga nei takk, kanska teir hildu tað verða ov vandamikið. - Eg valdi fýra mans burturúr. Tim Severin greiðir frá, at tað kann verða trupult hjá fólki at koma við á tílíkum ferðum. Tað eru nevnliga ikki øll sum hava møguleika at taka frí í fleiri mánaðir, og tí ber ikki so væl til hjá teimum. Tey hava arbeiði sum ger, at tey ikki annaðhvørt ár kunnu taka frí í fleiri mánaðir. Familjan krevur jú eisini sítt, sigur hann. - Eg eri rithøvundur, og havi ikki eitt skema at ganga eftir, og tí er lættari hjá mær at fara. M. a. tí var tað so heppið, at eg møtti Tróndi. Hann er listamaður, og livir tí nøkunlunda á sama hátt sum eg geri. Tim Severin sigur tó, at hann roynir at fáa manningina at gera tvær ferðir heldur enn eina. Eisini sigur hann, at hann brúkar nógva tíð at tosa við manningina um framtíðarætlanir teirra. - Tað hevur stóran týdning, at teir vita hvat teir ætla sær aftaná at ferðin er liðug. - Tann fyrsta tíðin eftir at ferðin er liðug, kann virka eitt sindur løgin. Alt er eitt sindur tómligt. Tí er gott um manningin hevur nakað teir kunnu fara í holt við beinanvegin. Men hvussu bar tað so á, at Tróndur kom við á ferðina? - Ja, tá var eg heppin, sigur Tim Severin. - Vit vóru á veg til Amerika í Brendan, og løgdu at í Havn. Har vóru sera nógv fólk á bryggjuni og hugdu at bátinum, og teirra millum var Tróndur. - Hann kannaði bátin sera gjølla. Hann kennir sjógvin kring Føroyar og Ísland betri enn vit gjørdu, og visti nógv um fiskiskap og sigling. Tá eg tosaði við hann segði hann beinleiðis, at hann kundi hugsa sær at verið við á ferðini. - Og tað er ein av teimum bestu avgerðunum eg havi tikið í øllum lívinum, sigur Tim Severin - Tróndur er eitt ótrúliga gott fólk, og sera dugnaligur. Ikki bara sum listamaður, men eisini sum sjómaður. Harafturat dugir hann ógvuliga væl at fara við fólki. Tim Severin hevur altíð lokal fólk við á túrinum. Kina-ferðin byrjaði í Vietnam, og á tí túrinum var ein vietnamesari við. Ein grikki hevur verið við á einum túri, og eisini hevur ein turki og ein arabari verið við á ferðum hansara. Og teir hava allir dámt ótrúliga væl at arbeiða saman við Tróndi, sigur hann Og tað er bara tí, at hann er so fryntligur. Á Hvalaveiðu Tróndur hevur sagt mær, at tú nú fyrireikar eina nýggja ferð. Hvagar gongur leiðin hesaferð? - Henda ferðin er eitt lítð sindur ørvísið enn hinar. Mær nýtist ikki at byggja ein bát til endamálið hesaferð. Vit fara at arbeiða saman við teimum inføddu hesaferð, í teirra egnu bátum. - Bátarnir teir brúka eru gjørdir til at veiða hval. Eg ætli mær at finna út av, hvussu teir gera og uppliva tað kulturella sambandið millum fólki og hvalirnar. Tim Severin sigur, at hesi fólkini hava eitt serlig forstáilsi fyri hvalunum og hann vil fegin læra frá teimum tað teir vita. - Tí ofta veit hetta fólkaslagið nógv meira um hvalirnar enn eitt nú serfrøðingarnir gera. Hann sigur at tað verða teir noyddir til, tí tey liva jú av djórunum. - Tey hava tað á sama hátt sum veiðimaðurin í skóginum. hann verður noyddur til at vita hvussu skógardjórini uppføra seg, og somuleiðis er tað við hvalaveiðu-monnunum. Truplari at útvega fígging Henda ferðin er eftir øllum at døma ikki so løtt at útvegað fígging til sum hinar. - Allar ferðirnar hava verið ymiskar at útvegað fígging til. Taka vit túrin til Arabien, so vóru vit í einum landið, har tey vóru sera fegin av teirra maritimu arvi, og tí valdu tey at stuðla ferð okkara. Seinasta ferðin vit gjørdu, til Indonesia, snúði seg um umhvørvisverju, og tá fingu vit stuðul frá eini oljufyritøku - Henda ferðin er í so máta nógv øðrvísi. Lýsingarvirðið er ikki so stórt hesaferð. Túrurin í sær sjálvum er so nógv øðrvísi Tú kanst kanska siga, at hesin túruin er meira ein antropologiskur túrur enn ein maritimur túrur, so ja, tað er eitt sindur torførari. Men tað hevur hann ikki so nógv ímóti hóast alt. Tí hóast hann heldur tað er gott at fáa fíggjarligan stuðul, so fer tað avstað við øgiliga nógvari tíð. - Ofta skal ein leita leingi fyri at finna sponsorarnar. - Nú er tað einaferð so, at hesin hvalaveiðuhátturin er tíðaravmarkaður, og eg havi sett í meg, at eg skal avstað í ár. Av tí at hann skal skriva eina bók um hesa ferðina eisini, so sær Severin ikki teir stóru trupulleikarnar við at útvega fígging til ferðina hóast alt. - Eg eri vísur í, at tosi eg við útgevara mín, so kann eg á tann hátt útvega mær nóg mikið av peningi til at koma á staðið, og meira tørvar mær ikki - Hvussu nógvir mans verða á ferðini hesaferð? - Hesaferð verða tað bert Tróndur og eg sjálvur sum fara. Og hvussu leingi verða tit burtur? - Ætlanin er, at Tróndur skal verða í Indonesia í tveir mánaðir. Sjálvur fari eg avstað eitt sindur fyrr. - Eg ætli mær at vitja tvey onnur støð áðrenn, í sama endamálið. So íalt rokni eg við at vit verða burtur í umleið fýra til fimm mánaðar. Hesa tíðina skulu teir báðir so royna at fáa eitt betri forstáilsi av sambandinum millum veiðimenninar og hvalirnar, umframt at teir fara at gera eina roynd at skilja hvalirnar. Tað er ikki nakað man hevur hugsað um í meiri enn hundrað ár Hvørjar ætlanir hevur tú so eftir tað? So fari eg aftur til Írlands, heim til mín sjálvs, at skriva handritið til bókina. Eg rokni við, at tekningarnar hjá Tróndi skulu vera við í bókini, tað vóni eg at tær verða, men tað er nakað hann kemur at avgera fullkomilga sjálvur. - Eg haldi tað hevði verið sera áhugavert at sæð tekningarnar hjá Tróndi í júst hesi bókini. Her er talan um eitt fólkaslag í Kyrrahavinum, sum livir í sera tøttum sambandi við hvalirnar. - Eg rokni við, at Tróndur er tann einasti í heiminum sum kann avmynda slíkt á tekningum. Tað er ongantíð gjørt fyrr, so á tann hátt er tað at bróta heilt upp úr nýggjum Tim Severin heldur tað fer at verða áhugavert fyri føroyingar at fáa eitt slag av uppbakningi ígjøgnum arbeiði hjá Tróndi í einum øðrum kulturi og í einum øðrum parti av heiminum. - Eg rokni við, at fólk fara at verða bergtikin av tekningum hansara. Afturat bókini skal hann eisini gera ein film. Tøknifrøðin er í dag komin so langa leið fram, at hann kann gera allar upptøkurnar sjálvur, og tað ætlar hann sær. Tá eg komi aftur til Írlands, so fari eg at gera eina dokumentar sending frá túrinum. Eiga ein ótrúliga góðan listamann Tim Severin sigur at enda í samrøðuni, at føroyingar eiga ein ótrúligan listamann. Henda framsýningin sum er í Føroyum í løtuni er ótrúliga væl umtókt, sigur hann . - Teir hava fingið innbjóðing at koma til Dublin. Teimum stendur í boði at seta framsýningina upp í tríggjar mánaðir í National Museum of Dublin. Og tað er nakað spildurnýtt. Tað hevur ikki hent seg fyrr. Ein av orsøkunum til tað er, at ein av stjórunum í einum av teimum stóru framsýningarhallunum í Írlandi er púra bergtikin av arbeiðnum hjá Tróndi. Og tað heldur Tim Severin, at vinmaður hansara úr Kirkjubø hevði fult uppiborðið. Henda dagin vit prátaðu við Tim Severin vóru tey júst komin aftur úr fjørðuni í Kirkjubø. Tey vóru við í hátíðarhaldinum fyri nýggja kappróðrarbátinum hjá Vestmenningum. Honum teir skulu brúka, tá teir fara til Scilly-oyggjarnar at rógva um kapp móti bátum úr øðrum heimsins tjóðum. Báturin fekk navn eftir skinnbátinum hjá Tim Severin, og eitur Brendan. Tim Severin vónar at hesin Brendan verður líka seigur í tí sum tann báturin var sum hann á fyrsta sinni kom til Føroya í í 1976. Alt tað frætta vit uttan iva nærri um tá tann tíð kemur. Vit takka Tim Severin fyri prátið og ynskja honum og Tróndi eina góða ferð tá teir fara á sunnaru hálvkúlu at veiða hval. Tiltøk Møtir, fundir og onnur tiltøk Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 19: Møti. KFUM & KFUK, Tórshavn Mánadagin 23. febr. kl. 15 verður Eldrasamkoma í KFUK v/ Petur Jacob Sigvardsen. Evni: Gjáar søga. Tunnusláing verður í KFUM mánakvøldið kl. 20 við andakt. Tiltakið er fyri bæði ung og eldri. Øll eru vælkomin til okkara tiltøk og fundir! Rhema á Hálsi Leygardagin kl. 8.30 til 12.00 verður undirvíst á Rhema á Hálsi um evnið >>Endatíðin<<. Undirvísari verður Einar Joensen. Øll eru vælkomin. Bønartænastan: Hevur tú onkran tørv ert tú vælkomin at skriva til Rhema: Bønartænastan, Argjavegur 53A, 160 Argir. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønamøti. Mikukvøld kl. 20: Uppbyggingarmøti. Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti. Frelsunarherurin,Tórshavn Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti. Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18: Møti, Niclas Thomsen talar. Eingin skótafundur mánadagin. Týsdagin kl. 17: Club 7 up. Aglow, Tórshavn Fundur verður í kantinuni á Læraraskúlanum leygarkvøldið kl. 20. Allar kvinnur eru vælkomnar. Hoyvíkar skúli Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bøn. Sunnukvøldið kl. 18: Møti v/ Jónfinn Olsen. Allan Hjaltalin syngur. Oasan J. Broncksgøta 25 Mánakvøldið kl. 20 bøn og lovsangur. Skótagudstænasta í Dómkirkjuni Skótagudstænasta v/ Sverra Steinhólm verður í Dómkirkjuni sunnukvøldið 22. febr. kl. 19. Sungið verður úr sálmabókini. Talvan gongur fyri skótaarbeiði. Øll eru vælkomin. Aftaná verður samkoma í KFUK fyri øllum leiðarum og patruljuførarum í Havn og á Argjum. Sjómanskvinnuringar hittast í Nesvík Mánadagin 23. febr. kl. 19.30 savnast hesir sjómanskvinnuringar í leguhúsinum í Nesvík: Kollafjørður, Hósvík, Hvalvík, Vík, Tjørnuvík, Oyri, Norðskála, Eiði og Funningur. Sjómanstrúboðarin verður við. Meinigheitshúsið á Skála Sunnudagin kl. 13.30 sunnudagsskúli og kl. 19.00 møti við Eiler og Ranvá á Royðutoft. Streingjakórið syngur. Lívsins Orð Barnamøti leygardagin kl. 27. Sunnudagin kl. 17 møti. Keldan í Skálabotni Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús v/ Heidi og Erlandi. Sunnukvøldið kl. 17 verður familjumøti. Skótagudstænasta í Leirvík Allir skótar í Eysturoynni luttaka í gudstænastuni í Leirvík sunnudagin 22. febr. kl. 12 í sambandi við føðingardagin hjá Baden Powell. Missiónshúsið í Hovi Missiónsvikan heldur fram í kvøld, har Andreas Andreasen o.a. tala. Gudstænasta við altargongd verður sunnudagin kl. 12.15. Sunnukvøldið kl. 18 tala John og Tove Hammer. Innsavnan. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagsskúli verður sunnudagin kl. 14. Sunnukvøldið kl. 18 verður møti við Hjørdis og Jørgen Frants Jørensen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovendbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 96 99 95, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20. Sunnudagsskúli í Keypmannahavn Sunnudagsskúli er hvønn sunnudag kl. 14 á Oyrasundskollegiinum, Dalslandsgade 8, og í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri fæst at vita frá Jan Johannesen, tlf. 30 35 59 66. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sending in frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Herning, Jylland 21. febr. verður tiltak fyri føroyingar í Jyllandi í Danmark. Tiltakið verður í Josvalskúlanum, Dalgasgade 11, Herning. Byrjað verður kl. 15.00 við hugnaløtu og uml. kl. 16.30 verður evangeliskt møti. Við verða Godtfred Joensen v/ familju. Eisini verður sangur, tala, søga, ljósmyndir o.a. Áhugað kunnu venda sær til Jens Olsen, tlf. 20458073, Símun J. Hansen, tlf. 20660962, ella Svein Askildsen, tlf. 97225623 Felagið Pinkubarnadeyði hevur opið hús annan leyg-ardag í hvørjum mánaði frá kl. 14.00. Vit hittast í Jákupsstovu, J. Paturssonar-gøtu 24, Tórshavn. Nærri fæst at vita á tlf. 17940, 43363 ella 17261 Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir Leygardagin kl. 17 og 22.30 Sunnudagin kl. 11 og Kl. 20-21.30 AA-evnisfundur í Tórsgøtu 5. Mánakvøldið kl. 20 í Tórsgøtu 5. Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Bahá'í Miðstøðin í Gundadali er opin hvønn hósdag frá kl. 17.00 til kl. 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið. Bahá'í-samfelagið í Tórshavn Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Andlát 15. februar Sunnvá Rasmussen, á Hellum, Strendur, 78 ára gomul. 16. februar Birgir Kristvin Ryan, Klaksvík, 54 ára gamal. 17. februar Lítla Michelle, dóttur Stellu Kristensen og Mike Larsen í Miðvági, 2 ára gomul. 18. februar Súsanna Malena Davidsen, Nesvík, 87 ára gomul. Tórleif Hansen, Klaksvík, 50 ára gamal. Føðingar 25. jan. fingu Eydna Joensen og Jon Leivsgarð, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3900 gr. 9. febr. fingu Erla Zachariasen og Pauli Joensen, Vestmanna, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3200 gr. 11. febr. fingu Susan Højgaard og Høgni Stakksund, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3800 gr. 11. febr. fingu Lilian Clementsen og Eli Hentze, Sandi, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3200 gr. 13. febr. fingu Alma Johannesen og Eyðstein Johansen, Sandavági, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3750 gr. 13. febr. fingu Elly og Heri Samuelsen, Miðvági, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3700 gr. 13. febr. fingu Malan og Arnold Rasmussen, Søldarfirði, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 4625 gr. 14. febr. fingu Bettianna og Eyðun Ellingsgaard, Miðvági, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3350 gr. 14. febr. fingu Sigrid Joensen og Høgni Mikkelsen, Tórsh., eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3250 gr. 15. febr. fingu Conny Andreasen og Mortan Petersen, Tvøroyri, eina dóttur. Hon var 46 cm long og vigaði 2265 gr. 15. febr. fingu Ása og Símin Ósá, Argjum, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4000 gr. 16. febr. fingu Sóleyg og Bent Kjærbæk, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3330 gr. 16. febr. fingu Vivi Jacobsen og Elias Eliasson, Skopun, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4300 gr. 17. febr. fingu Jakobina Jóhannessen og Niels Pauli Magnusson, Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4200 gr. 17. febr. fingu Jórun Hentze og Rune Baastrup Høgh, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 3700 gr. 18. febr. fingu Tórhild og Rúni Bjarkhamar, Leirvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3900 gr. 18. febr. fingu Anvør Djurhuus og Bjartur Mortensen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3600 gr. 18. febr. fingu Jónfríð Hansen og Magni Fjallstein Petersen, Skálafirði, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3400 gr. 18. febr. fingu Oddvør og Absalon Hansen, Norðragøtu, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3200 gr. 18. febr. fingu Armgarð Glyvradal og Johnny Kruse, Eiði, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3250 gr. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Toppdystur á Eysturskúlanum Flogbóltur, menn: Mjølnir og Fram bresta saman á Eysturskúlanum sunnudagin klokkan 15.30. Vinnur Mjølnir, er kappingin í meistaradeildini hjá monnunum so at siga avgjørd. Vinnur Fram verður spenningurin varðveittur Vinnur Mjølnir dystin móti Fram sunnudagin, skal ganga illa um teir ikki skulu gerast føroyameistarar Tað verður spennandi at síggja hvussu leikur fer á Eysturskúlanum sunnudagin. Tá bresta oddaliðini í flogbólti hjá monnum saman í dysti um fyrstaplássi. Tað er Mjølnir sum liggur á odda í landskappingini hjá monnum, meðan Fram liggur á øðrum plássi. Men munurin er so lítil. Hann er bert eittans stig, og tí verður hesin dysturin óiva tann avgerandi um hvørt tað verður Mjølnir, sum vinnur meistaraheitið í ár, ella tað verður Fram sum varðveitir meistaraheitið. Tað er ongin ivi um, at tað eru tvey tey bestu liðini í Føroyum í løtuni, sum bresta saman sunnudagin. Fram hevur eitt ungt og sterkt lið. Tað eru stórir menn sum spæla á liðnum, og tað hevur sera stóran týdning í flogbólti. Hinvegin hava teir víst, at teir kunnu fara niður við nakkanum meðan dysturin gongur, og tað fer ikki at loysa seg ímóti Mjølni. Álopsspælið hjá Fram er merkt av, at teir brúka Sigmund av Teigum sera nógv í álopinum, meðan hinir álopsspælararnir ikki verða tiknir so nógv við. Ikki tí, Sigmund er sera góður álopsspælari, men tað vísir seg ofta, at hann orkar ikki at halda trýstinum uppi. Hann gerst troyttur, tá hann alla tíðina verður brúktur sum álopsspælari, bæði frammi við netið og aftanfyri álopslinjuna. Fara Fram-arnir at duga betri at breiða spælið út, so verður torførari hjá Mjølni at byrgja upp fyri. Hinvegin er Mjølnir-liðið sera væl koyrandi í løtuni. Samansetingin á liðnum er góð. Har er ein góður blandingur av eldri royndum leikarum, og so eru nakrir sera evnagóðir ungir leikarar komnir aftuat seinastu árini. Ein onnur styrki hjá Mjølni er, at teir eru munandi meira støðugir enn Fram er. Mjølnir fer ógvuliga sjáldan niður við nakkanum undir einum dysti, men tað hendir. Seinastu ferð ímóti Fleyr í finaluni í NS-cup kappingini. Klæmint Isaksen, venjari hjá Mjølni, vil ikki út við taktikkinum til sunnudagin. - Men eg kann siga so mikið, at vit fara at pressa teir í servuni og í álopinum. Hvør er so styrkin hjá tykkum í mun til Fram? - Teir eru stórir og sterkir, men eg haldi, at okkara styrki í mun til Fram er, at vit eru meira fleksiblir í spælinum enn teir eru. Men Klæmint Isaksen roknar ikki við, einum løttum dysti sunnudagin. Hann roknar við at fleiri áskoðarar koma við úr Klaksvík, og vónandi fara fleiri havnafólk fara at hyggja inn í auluna í Eysturskúlan sunnudagin Klæmint Isaksen vil heldur onki siga um meistaraheitið enn. - Eg haldi tað er frálíkt at kappingin er so spennandi. Tað eru tvey lið sum kappast um meistaraheitið, men tað eru trý lið sum kunnu avgera hvør verður meistari. Tað triðja liðið er Fleyr. Teir skulu nevniliga leika ímóti báðum oddaliðunum áðrenn kappingin endar. - So sjálvt um vit vinna, sigur Klæmint Isaksen, so er ikki alt avgjørt, men tá liggja vit ógvuliga væl fyri. Tapa vit harafturímóti, so mugu vit vóna, at Fleyr klárar at vinna á Fram í dystinum teirra millum. Tí verður tað sera spennandi at síggja, hvat av liðunum kemur best frá dystinum sunnudagin. Hevur Fram gjørt nakað við breiddina í spælinum, ella koyra teir sama veg sum fyrr. Ella hevur Mjølnir fingið nervar til dystin sunnudagin. Tað er tí at vóna, at nógvir áskoðarar finna sær leið yvir í Eysturskúlan sunnudagin. Tí hetta verður dagur í viku. Tað er ikki oftari enn so, at ein so spennandi dystur stendur áskoðarunum í boði. Sofus Johannesen emil@sosialurin.fo Kappast í skotska hálendinum Badminton: Føroyskir badmintonleikarar skulu luttaka í stórari kapping í skotska hálendinum saman við Hetlandi og Orknoyggjunum Komandi mikudag fara fýra badmintonleikarar til Skotlands at kappast. Føroyska luttøkan í hesari skotsku kappingini er komin í lag í sambandi við Colder Seafood í Klaksvík. Teir hava boðið føroysku badmintonleikarunum fría ferð við skipi teirra, ið siglir niður til Skotlands við feskum fiski. Frá skotsku fyrireikarunum hava føroysku badmintonleikararnir fingið frítt uppihald, so einasti kostnaðurin hjá Badmintonsambandinum verður luttøkugjaldið. Kvinnurnar settust aftur Ætlanin var, at bæði menn og kvinnur skuldu fara avstað, men kvinnurnar settust aftur, tí tær hættaðu sær ikki at ferðast sjóvegis til Skotlands hesa tíðina á árinum. Men menninir halda avstað, og teir, ið fara, verða Erland Poulsen, Gunnar Gregoriussen, Rani í Líð og Hermann Eysturoy. Sjónvarp bíðar Nógv verður gjørt burtur úr føroysku luttøkuni í kappingini. Badmintonsambandið hevur fingið at vita, at tá teir koma til Skotlands, fer ein sjónvarpsstøð at standa fyri teimum. Luttakararnir í kappingini verða Hetland, Orkneyoyggjar, skotska hálandið umframt føroyingarnar. Føroyska ferðalagið fer avstað komandi mikudag. Vanliga tekur túrurin til Skotlands 24 tímar, og fríggjakvøldið byrjar kappingin. Kappingin verður eisini leygardagin, og væntandi fara føroysku luttakararnir av stað aftur úr Skotlandi sunnudagin. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Oddabrak á Skála Hondbóltur: Oddadystur verður í 1. deild hjá monnum á Skála leygardagin millum StÍF og VÍF Í dag og í morgin verður fimta umfar í endaspælinum hjá kvinnum og monnum spælt, og áhugaverdasti dysturin hetta vikuskiftið verður ivaleyst á Skála, har nummar tvey StÍF tekur ímóti oddaliðnum VÍF. Fyri tveimum vikum síðani misti StÍF tvey týðandi stig, tá teir taptu móti H71. Munurin millum VÍF og StÍF er nú trý stig, og vestmenningar kunnu við einum sigri taka eitt risastórt fet fram móti FM-heitinum. Men tað fara strandingar ivaleyst at gera alt fyri at forða teimum í. StÍF hevur havt eitt gott kappingarár higartil í ár, men tað kiksaði altso móti H71 seinastu ferð. Um StÍF vinnur á VÍF í dag, er knappliga bert eitt stig á muni, og so er alt opið aftur. Steypavinnararnir H71 eru eisini komnir við aftur í oddastríðið eftir sigurin á StÍF fyri tveimum vikum síðani, og hoyvíkingar taka í dag ímóti KÍF í Havn. Ein dystur, sum H71 allar vanligar dagar eigur at vinna. Um nú tað skuldi hent, at StÍF vinnur á VÍF, og H71 vinnur á KÍF, er knappliga bert eitt stig millum trý tey ovastu liðini. Men um VÍF hinvegin fær bæði stigini móti StÍF, er munurin millum hesi bæði liðini fimm stig, og so verður tað H71, sum skal elta vestmenningar. Triði dysturin í 1. deild hetta vikuskiftið verður sunnudagin í Havn millum Neistan og Kyndil. Neistin er framvegis niðast í deildini, og støðan sær alsamt daprari út hjá bláa havnarliðnum. Kyndil tapti steypafinaluna seinasta vikuskifti og hevur einki at spæla fyri, men tað kemur sera sjáldan fyri, at Neistin vinnur á Kyndli í manshondbólti, og tað er óvæntað, um tað gongur øðrvísi hesaferð. StÍF kann leggja sjógv ímillum Um alt gongur eftir vild, kann kvinnuliðið hjá StÍF rættiliga leggja sjógv ímillum seg og hini bæði oddaliðini í deildini. StÍF er í løtuni tvey stig framman fyri Neistan og fýra framman fyri Kyndil, og leygardagin skulu strandakvinnur spæla heima móti botnliðnum Stjørnuni. Har skuldu tvey stig afturat verið í pottinum, og um Kyndil vinnur á Neistanum sunnudagin, eru fýra stig frá StÍF niður til næstovasta liðið. Í løtuni liggur ein kæra hjá hondbóltssambandinum frá Kyndli í sambandi við steypafinaluna seinasta leygardag. Um tað fer at hava nakra ávirkan á dystin sunnudagin, er lítið sannlíkt, men lítið man vera at ivast í, at kyndlakvinnur vilja hava uppreisn fyri finalutapið fyri einari viku síðani. Men tað fer Neistin ikki at geva teimum uttan stríð, so ivaleyst kunnu vit vænta ein spennandi kvinnudyst í Havn sunnudagin. Bæði GÍ og serliga VB hava víst góðar taktir í endaspælinum, og hesi bæði liðini hittast í høllini á Kambsdali leygardagin. Seinast, VB spældi landskappingardyst, var í Havn móti Kyndli, og tá vunnu tær 23-19. Um tann sigurin er nakað at byggja víðari uppá, fáa vit at síggja í dag. GÍ tapti bert við einum máli móti StÍF fyri tveimum vikum síðani, og GÍ-kvinnurnar vilja helst fegnar sleppa úr niðurflytingarvandanum, og besti háttur at gera tað upp á er at vinna í dag. Jógvan Fólkatingsvalið Nú fólkatingsval er útskrivað, haldi eg at tað hevði verið eitt gott hugskot, at so nógvir flokkar sum gjørligt gjørdu listasamgongu. Nú fólkatingsval er útskrivað, haldi eg at tað hevði verið eitt gott hugskot, at so nógvir flokkar sum gjørligt gjørdu listasamgongu. Hetta hevði verið klókt, av tí at tað hevði styrkt samstarvið millum føroyingar mótvegis dønum, samstundis sum tað ikki er føroyskur partapolitikkur, sum skal rekast á danatingi. Harafturat orka fólk neyvan eitt valstríð nú og aftur eitt um 2-3 mánaðar. Vónandi fer hetta valið fram >>í allari stillheit<<, so orkan í staðin verður løgd í politiskt arbeiði her á landi. Og vónandi verður smásinni og gamalt agg lagt til síðis hesuferð. Nú fekk Bjørn upp í styvlarnar!!! Eg havi lisið Bjørn á Heygum nú, líka síðan hann stillaði upp til løgtingsvalið. Hann hevur ikki tosað um annað enn rættartrygd og at standa saman. Fyri at taka tað seinasta fyrst, so var tað í løgtinginum hent, sum ikki var hent áður, at øll tingmanningin stóð sum ein maður. Hetta var ta ferðina, ið vit skuldu krevja >>dómarakanning<<, men hvat hendi? B.H. fekk sindrað alt sundur við sínum samrøðum og telefaxum, og úrslitið hava vit nú. Jú, B.H., tað er satt sum tú sigur, tað er umráðandi at standa saman sum ein maður! Um øll standa saman, so er lættari hjá einum at hoppa frá. >>Saman at standa var ei okkum givið<<; kanska tað er grundprinsippið hjá B.H. Nei, kanska hann hevur lært av mistakinum og tí blívur við at rópa um at standa sum ein maður. Síðani hansara alfa og omega í løtuni: arbeiðsrætturin. Hann er jú tann rætti at skriva um slíkt, ein maður, ið ongantíð hevur fingið lort undir neglirnar, hann má jú halda at øll tey, ið eru skitin og sum dálka seg, tey eru lógbrótarar og kriminell, og so mugu tey revsast og dømast, og tað má maðurin jú vera yvirbevístur um, tí hann hevur jú lisið jura, og tá læra teir um slíkt. Nei, mín góði B.H., vassa í land aftur meðan tú grynnur, tí tú kemur skjótt út á djúpt vatn við tí hugburði, ið tú hevur um tað arbeið-andi fólkið, og ta viðferð, ið tú hevur tonkt tær at givið teimum, um tú hevði >>magt sum tú hevur agt<<. Eg veit einki um at ein arbeiðsmaður, ella ein dekkari á einum skipi fáa snýtt arbeiðsgevaran ella reiðaran, um so var so fingu teir fótin í afturpartin beinanvegin. Arbeiðsgevarin er altíð tann, ið situr á pengakassanum, og tað vil altíð vera hann, ið kemur at hava maktina og at kunna snýta arbeiðaran, um hann hevur hug til tess. So mín góði B.H., so at seta ein dómstól á nakkan á arbeiðsmanninum er púra burturvið. Tað eru ikki tey, ið stríðast á gólvinum, ið rendu samfelagið um koll, men mundu >>juristarnir<< ikki mangan arbeiða yvirtíð í 80-unum. Eg havi ikki hoyrt um nakra kanning av teimum ella nakran serdómstól at hála teir til. So, B.H., tú skalt ikki vága tær aftur at rópa upp um rættartrygd, tú ið heldur so hánt um tann meiniga føroyingin, ið hevur knógvað undir einari kreppu nú í fleiri ár, og sum fyri ein stóran part er skapt av >>tí betra slagnum<<. B.H., rættartrygd er í mínari verð, at øll eru líka fyri lógini!!! Vinarligast við tøkk fyri upptøkuna, Dánjal Hansen Niclas Johannesen Samfelagsfrøðingur: Sum at velja ímillum pest og kolera hjá løgmanni Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, metir, at fólkatingsvalið 11. mars fyrst og fremst er startskotið til eitt løgtingsvalstríð, sum kann fara at vara heilar fýra mánaðir. Løgmaður kann tó velja, at útskriva val beinanvegin. Men so koma fólkatingsvalið og løgtingsvalið slag í slag, og tað hevur eisini sín prís. Føroyar eru longu raktar av valfepuri. Og sambært samfelagsfrøðinginum Jóannes Hansen kann roknast við, at valstríðið fer at vara heilt til 7. juli, ið er síðsta freist fyri løgtingsvalinum. < Í so máta kemur fólkatingsvalið rættiliga tvørtfyri. Løgmaður kann velja at útskriva val beinanvegin. Ger hann tað, verður ikki neyðugt við tingfundum, sjálvt um tingið verður sitandi. Og so fara lógaruppskot heldur ikki at verða beinleiðis brúkt í valstríðnum. < Fólkatingsval og løgtingsval slag í slag, fer sjálvsagt at møða bæði politikarar og veljarar. < Men spurningurin er, um møðin ikki verður enn størri, um løgmaður bíðar inntil juli. So á ein hátt er hetta sum eitt val ímillum pest og kolera hjá løgmanni, sigur Jóannes Hansen. Lógaruppskot sum valagn Samfelagsfrøðingurin hevur tó ilt við at ímyndað sær, hvussu rúmd verður fyri at reka realpolitikk í tinginum komandi fýra mánaðirnar. Valstríð fer at koma í alt, eisini løgtingsarbeiðið. Og hetta er annars júst tíðin, tá rúgva av lógaruppskotum seta kós móti løgtinginum. Síðsta freist at leggja lógaruppskot fyri tingið er 5. mars, og traditiónin sigur, at sera stórur partur kemur í evstu løtu. Jóannes Hansen vísir á, at løgmaður í síni ólavsøkurøðu í fjør nevndi 81 løgtingsmál, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar, sum henda samgongan hevði í hyggju at fáa framd. Haraftrat kann roknast við, at andstøðan leggur rúgvu av uppskotum fyri tingið fyri at markera seg. Og trongdin at markera seg fer at røkka heilt til tinglimir í samgongu. < Ja, politiska søgan vísir, at tá val er í hondum økist talið av uppskotum, sum verða løgd fyri tingið < eisini persónlig uppskot frá tinglimum, sum annars eru í samgongu. < Tað, sum so eftir øllum umstøðum fer at henda er, at rúgvan av uppskotinum koma til 1. viðgerð í tinginum. Har verða tey brúkt í einum orðaskifti, sum fyrst og fremst verður eitt slag av valdysti. Síðan verða uppskotini beind í nevnd, og tey koma helst ongantíð úr nevnd, áðrenn løgtingsval verður. Sostatt fáa tey onki realpolitiskt innihald. < Tí haldi eg, tað er rættari < reint politiskt moralskt < at steðga øllum tingarbeiðið. Hetta kann gerast við, at løgmaður útskrivar val. So kunnu politikararnir føra valdyst úti millum fólkið og í fjølmiðlunum, heldur enn í tinginum, sigur Jóannes Hansen. Samfelagsfrøðingurin vísir tó á, at hjá sitandi tinglimum kann tað vera ein fyrimunur at bíða við einum løgtingsvali sum longst. < So kann valstríðið førast av tingsins røðarapalli heilt fram til juli. Og í tinginum sleppa onnur valevni jú ikki framat. Harvið fáa sitandi tinglimir og landsstýrismenn lættari við at markera seg, enn onnur valevni. Fíggjarlógin 1999 eisini rakt Jóannes Hansen heldur eisini, at tað talar fyri einum løgtingsvali í mai mánað < ella áðrenn <, at summarið er ikki tíðin, har føroyingarn plaga at fara á val. < Í 1994 var val í juli. Men hetta var sum kunnugt tí, kinkur kom í politiska arbeiðið. Og eitt løgtingsval var tá einasti útvegur. Eitt løgtingsval í juli fer allarhelst eisini at ávirka fíggjarlógina fyri 1999 meira, enn eitt skjótt løgtingsval. < Longu nú byrja landsstovnarnir at senda sínar fíggjarmetingar fyri komandi ár til landsstýrið. Og eg haldi, tað hevði tænt sakini betur, um eitt landsstýrið kanska longu tíðliga í summar kann byrja at arbeiða við fíggjarlógini fyri 1999, sum skal vera løgd fyri tingið fyri 1. oktober. Verður valið ikki fyrr enn í juli, so kunnu vit vera komin í august, áðrenn samgonga er skipað, og so kann tað vara upp aftur longri, áðrenn glið fæst á arbeiðið í Tinganesi við einum møguligum nýggjum landsstýri. Og so er lítil og ongin tíð eftir, at rættiliga at viðgera fíggjarlógina fyri 1999. Niclas Johannesen Danskur politikkur komin nærri Føroyum Samfelagsfrøðingurin Jóannes Hansen vísir á, at føroyski veljarin til fólkatingsvalið hesaferð hevur betri fyritreytir at døma um, hvørja danska stjórn hann ella hon ynskja at stuðla. Bankamálið og tað at føroyingar gjøgnum danskar sjónvarpsrásir fáa betri innlit í, hvat fyriferst á politiska vígvøllinum í Danmark, eru atvøldin. Føroyskir fólkatingslimir hava mangan verið tungan á vágskálini í donskum politikki. Soleiðis helt verandi fólkatingslimurin Óli Breckmann í mong ár lív í Schlüter-stjórnini, tá tey borgarligu sótu við valdinum frá 1984 til 93. Og Javnaðarflokkurin hevur altíð verið við til at tryggja donskum janvaðarstjórnunum parlamentariskt grundarlag. Í dag er støðan tann, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava umboð í fólkatinginum. Báðir eru borgarligir flokkar, sum ikki hava stuðlað javnaðarstjórini hjá Poul Nyrup Rasmussen, sum kom til í 1993 aftan á, at Tamilmálið feldi Schlüter-stjórnina. Vinstra ella høgra? Valstríðið í Føroyum upp undir fólkatingsval hevur ongantíð borið serligan dám av, hvørjum vongi < vinstra ella høgra < føroysku flokkarnir stuðla í Danmark. Vanliga eru fýra føroyskir flokkar við í dystinum um at fáa fólkatingsumboð. Á høgravonginum er sum kunnugt Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, meðan Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin umboða vinstravongin. < Tjóðveldisflokkurin stuðlar ikki nøkrum flokki, so ein donsk vinstrastjórn eigur vanliga bara eina atkvøðu í Føroyum, meðan høgravongurin eigur tvær, sigur Jóannes Hansen. Samfelagsfrøðingurin vísir eisini á, at danskur politikkur er komin nærri at Føroyum seinastu árini. Ikki minst síðani danskar sjónvarpsrásir hava fingið beinleiðis atgongd til fleiri føroyskar stovur. Og so er tað sjálvsagt eisini bankamálið, ið hevur givið rúgvu av umrøðu í bæði bløðum og loftmiðlum. < Og vit kunnu framhaldandi vera vís í, at donsku fjølmiðlarnir fara at fylgja væl við gongdini í Føroyum < eisini í sambandi við Fólkatingsvalið. Hetta verður eisini ein roynd fyri føroyskar politikarar, sigur Jóannes Hansen. Og hann leggur aftrat: < í bankamálinum hava vit sæð, at føroyskir politikarar hava roynt at staðið saman sum ein maður. Upp undir fólkatingsvalið verður eygleiðingin frá donsku fjølmiðlunum upp aftur skarpari enn hon hevur verið, serliga tí føroysk umboðan kann gerast tungan á vágskálini. Tí skal tað ikki undra, at danskir fjølmiðlar fara at dyrka nuansir < og møguliga ósemjur < hjá føroyskum politikarum í bankamálinum, sigur Jóannes Hansen. Frálík veljararkanning Samfelagsfrøðingurin vísir eisini á, at fólkatingsvalið er besta veljarakanning, tú kanst ynskja tær upp undir eitt løgtingsval. Valluttøkan liggur vanliga væl omanfyri 50%. < Allar Føroyar eru eisini eitt valdømi, og tí hevur lokalpolitikkurin ikki so nógv at siga. Tað liggur sostatt eisini í kortunum, at hetta er frálíkt høvi hjá flokkunum at royna nýggj løgmansevni, sigur Jóannes Hansen. Og í hesum sambandi gerst Tjóveldisflokkurin rættiliga áhugaverdur. Tí hóast fólkatingsvalið vanliga ikki er so áhugavert fyri Tjóðveldisflokkin, so kann tað gerast øðrvísi hesaferð. Flokkurin, sum sambært veljarakanning í Dimmalætting stendur til at gerast størsti flokkur á tingi eftir komandi løgtingsval, hevur sambært somu kanning tó ikki megnað at vísa á eitt beinleiðis løgmansevni. < Hetta er sostatt einasta høvi hjá Tjóðveldisflokkinum at royna at møguligt løgmansevni av fyri at vita, um viðkomandi fær undirtøku millum fólkið. < Javnaðarflokkurin hevur longu Jóannes Eidesgaard, sum løgmansevni og Fólkaflokkurin hevur nú gjørt vart við, at Anfinn Kallsberg er teirra løgmansevni. < Fyri Edmund Joensen, løgmann, kann fólkatingsvalið eisini skiljast sum ein beinleiðis álitisváttan ella misálitisváttan frá sambandsveljarunum. Edmund Joensen var jú valdur í fólkatingið sum avleiðing av at hann var blivin løgmaður. Í hesum sambandi er tað tó vert at nevna, at Jóhannes Martin Olsen, varamaður hjá løgmanni á fólkatingi, fekk bert umleið 200 færri atkvøður enn partamaðurin. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Fyrningarfreistin verður ikki longd Stutt áðrenn blaðið fór til prentingar komu boðini, at Den Danske Bank noktar at leingja fyrningarfreistina. >>Nú má danska stjórnin finna út av hvør er teirra mótpartur í bankamálinum<< sigur Bjørn á Heygum Tað var ikki gjørligt at fáa viðmerking frá stjórunum í Den Danske Bank. Bjørn á Heygum, talsmaður fyri tingbólkarnir í hesum máli, sigur við Sosialin, at hetta er mál, sum danska stjórnin og Den Danske Bank eiga. Nú er tað upp til donsku stjórnina, hvønn teir halda verða mótpartur í hesum máli. Heldur danska stjórnin at Den Danske Bank hevur lumpað teir, eiga teir at stevna bankanum, men um hetta er sannlíkt, vil Bjørn á Heygum ikki svara. Arbeiðið við upplegginum hjá føroyingum heldur fram sum ætlað. Tað verður sent dosnku stjórnini sum skjótast, men enn er óvist nær tað verður. Bert løgmaður veit, og hann var ikki at hitta í gjár. Eftir hvat skilst, so hevur Landsstýrið, danska stjórnin og Fíggingargrunnurin játtað at leingja fyrningarfreistina, men tað vil Den Danske Bank ikki. Verður bankin ikki stevndur fyri at hava borið seg skeivt at í partabrævaumbýtinum, fellur málið burtur, og føroyingar fáa einki endurgjald haðani. Ætlanin var annars, at krevja umleið 1,5 miá. krónur í endurgjaldi.. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Landsstýrið hevur ikki fyrireikað seg nóg væl ­ Føroyingar áttu at komið við útspælinum, meðan bankamálið var heitt í Danmark. Eftir mínum tykki skuldi serfrøðingabólkurin verið settur at arbeiða við málinum á einum hægri politiskum støði, um hvat vit kundu vænta okkum á tann hátt, at hann kom við niðurstøðuni beinanvegin, eftir at Grønborg - kanningin varð løgd fram, sigur advokaturin Dagny Joensen Tað eru tey sum halda, at tað er eitt bakkast fyri Føroyar, at danska stjórnin útskrivaði val, áðrenn Landsstýrið fekk stundir at biða um samráðingar, í sambandi við bankamálið. Tað nýtist ikki at vera ein meinbogi fyri úrsltið, heldur Annfinnur V. Hansen. Ein nýggj stjórn kann vera ein fyrimunur fyri okkum, av tí at hon ikki er bundin av tí, sum undanfarna stjórnin hevur gjørt. Hon kann t.d. koma til ta niðurstøðu, at Nyrup stjórnin bar seg politiskt skeivt at móti føroyingum, og siga, og at tað vil nýggja stjórnin ikki hava sitandi á sær. Tað kann vera gagnligt fyri okkum, sigur advokaturin. Politiski viljin Annfinnur V, Hansen heldur, at henda niðurstøða eisini kann gerast veruleiki, um Nyrup stjórnin verður sitandi. Tá fer Nyrup stjórnin hugsandi at hava størri politiskan vilja at fara væl við føroyingum. Annar spurningur er fyrningarfreistin 22. mars, og hvussu útlitini eru fyri at leingja freistina ella at avtaka hana heilt. Fyrningarfreistin avgerandi leiklut Landsstýrið hevur heitt á kamaradvokatin um at fáa hetta í lag. Kamaradvokaturin er advokatskrivstova, sum hevur øll rættarmál hjá statinum um hendi. Hon sendir síðani pørtunum í málinum, sum kunnu væntast at gera seg galdandi, eitt nú Den danske Bank og Forsætisráðharraráðnum, áheitanina til góðkenningar. Kunnu mótpartarnir hjá føroyingum góðtaka at fyrningarfreistin verður longd, so er alt í lagi. Føroyingar kunnu eisini stevna, men tá vit ikki vita, um hetta verður ein rættarsak, er tað ikki skilagott, heldur Annfinnur V. Hansen. Hinvegin, um einki verður gjørt og fyrningarfreistin stendur við, so noyðast føroyingar at stevna, ella dettur møguleikin burtur at fara í rættin við málinum. Um nú Den Danske Bank ikki vil góðtaka at freistin verður longd, hvat hendir so? Nokta teir fyri hesum, so tvinga teir mótpartin at stevna, sigur Annfinnur V. Hansen. Tó heldur hann, at møguleiki er fyri, at Den Danske Bank vil hava samráðingarloysn. Tað er seinasta útspælið hjá bankanum tekin um. Teir hava nú viðgingið, at okkurt kundi verið gjørt frægari í partabrævaumbýtinum. Hóast bankin gevur Fíggingargrunnin skyldina, eru teir fyri at lata føroyingum endurgjald. Í fyrstuni segði stjórin í Den danska Bank, at føroyingar fingu ikki inn í eygað. Nú tosa teir nú um endurgjald. Tað kundi verið tekin um, at Den Danske Bank nú eisini vil hava eina samráðingarloysn, sigur Annfinnur V. Hansen. Bankamálið eingin trupulleiki hjá Nyrup Hevur Nyrup útskrivað valið, fyri at sleppa undan samráðingum við føroyingar, áðrenn valstríðið byrjaði? Nú eri eg kanska ikki tann rætti at úttala meg um politiskar metingar, men bankamálið var avgjørt ein trupulleiki hjá forsætisráðharranum, tá Grønborg-kanningin kom. Nyrup fekk tó vent málinum til sín fyrimun í Fólkatinginum, men tað er óvist, hvussu donsku politikararnir fara at meta um hetta, tá málið er sodnað. Er tað ein vansi fyri málið, at so langt er fráliðið og danir einki frætta úr Føroyum? Eftir mínum tykki áttu føroyingar at borið skjótari at. Teir áttu at komið við einum útspæli longu seinast í januar, tá málið var heitt í Danmark, sigur Annfinnur V. Hansen. Illa avstaðfarið hjá Landsstýrinum Hann heldur, at Landsstýrið hevur brúkt alt ov lítla tíð til at at fyrireika seg, og vísir á, at SvF burturav setti ein søgufrøðing av at fylgja við gongdini í bankamálinum, meðan Landsstýrið einki fólk setti til hetta arbeiðið. Landsstýrið átti eisini at sett arbeiðsbólkin í so mikið góðari tíð áðrenn kanningin kom, at hann kundi gjørt fyrireikingararbeiði. - Hóast teir ikki vistu, hvussu úrslitið bleiv, kundi ein politisk ætlan á hægri stað verið gjørd um, hvat hugsandi kundi væntast. Eitt nú, kundu teir gjørt eina meting, hvussu fram skuldi farast, um kanningin segði, at danir høvdu snýtt føroyingar, ella um danir bert høvdu verið ósketnir, um tað var ein ráðagerð móti føroyingum, ella um einki var at finnast at. Slíkir møguleikar áttu at verið umhugsaðir og arbeitt víðari við, so útspælið var greitt beinanvegin, og meðan málið var fyri í Fólkatinginum. Tað er ein veikleiki, sigur Annfinnur V. Hansen. Nú er valstríðið í Danmark byrjað, og heldur fram til valdagin 11. mars. Danska stjórnin fer ikki frá, meðan valstríðið er. Nyrup Rasmussen fær komandi tíðina annað og meir at síggja til enn bankamálið og føroyskt viðurskifti sum heild . Í forsætisráðharraráðnum er svarið, at eingin embætismaður hevur loyvi at svara politiskum spurningum, ella at skipa fyri samskifti millum fjølmiðlar og Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, áðrenn valið er av. Fyri hansara part er bankamálið ikki nakar trupulleiki í Danmark. Tað er avloyst av innanríkismálum og komandi valstríðnum. Føroyingar mugu krevja aftursvar Heldur tú at vit fáa samráðingarloysn nú? Tað er sera óheppið at føroyska útspælið ikki var komið stjórnini í hendi, áðrenn valstríðið byrjaði í Danmark, men føroyingar mugu sum skjótast senda útspælið, við áheitan um at fáa svar. Okkara grundgeving kundi hóskandi verið, at danska valið - fyri sovítt - einki hevur við viðurskiftini millum Danmark og Føroya at gera, sigur Annfinnur V. Hansen. Johannes Martin Olsen, fólkatingsmaður Fólkatingsvalið 1998 Ein av størstu uppgávunum hjá Sambandsflokkinum eftir fólkatingsvalið, um hann verður umboðaður, verður at vísa teimum nývaldu fólkatingslimunum á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri ríkisfelagsskapin, at føroyingar fáa eitt sømuligt endurgjald fyri partabrævabýti. Ein av størstu uppgávunum hjá Sambandsflokkinum eftir fólkatingsvalið, um hann verður umboðaður, verður at vísa teimum nývaldu fólkatingslimunum á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri ríkisfelagsskapin, at føroyingar fáa eitt sømuligt endurgjald fyri partabrævabýti. Ríkisfelagsskapurin hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið og tann einstaka føroyingin, sjálvt um bankakanning kann sigast at vera ein myrkum blettur á samstarvsjakkanum. Bletturin má vaskast burtur. Vónandi fer hetta mál, at vera eitt tað fyrsta sum nývalda fólkatingið fer at samtykkja. Kanska meira enn nakrantíð er Sambandsfloksins umboðan neyðug á fólkatingið. Johannes Martin Olsen, fólkatingslimur Sambandsfloksins spyr, hvør annar flokkur er betri egnaður enn Sambandsflokkurin at veita føroyska íkastið til skapan av positivum samstarvið í ríkisfelagsskapinum? Seinastu 4 árini hevur sambandsumboðið á Christiansborg roynt at kunna danskar politikkarar um føroysk viðurskifti. Hendan uppgáva fer eisini at standa ovaliga á dagsskránni hjá Sambandsflokkinum komandi árini, um flokkurin aftur fær umboðan á fólkatingi. Men hetta krevur, at fólkatingsarbeiðið verður tikið seriøst sum fulltíðararbeiði. 19. februar 1998 Um íløgustuðul til skipini Til Janus Petersen, undirstjóra í P/f Føroya banka Í tíð og ótíð verður tú endurgivin í fjølmiðlunum fyri tíni mótmæli móti, at framhaldandi íløgustuðul verður veittur til skipini. Lat tað verða sagt beinanvegin, at eg eri samdur við tær í at ynskiligt er, og at endamálið má vera, at skipini klára seg uttan stuðul, men tað tykir mær ógvuliga lætt hjá tær - stjóra í P/f Føroya Banka, sum hevur fingið tann størsta stuðulin nøkur føroysk fyritøka nakrantíð hevur fingið bæði í krónum, men óivað eisini lutfalsliga - at krevja at øll skipini uttan nærri grundgeving skulu klára seg uttan stuðul uttan eina rímiliga tillagingartíð. Tú veitst væl, ella eigur at vita, at ein av høvuðsorsøkunum til, at skipunum tørvar íløgustuðulin nøkur fá ár framyvir er tann, at tá skipini, sum høvdu tykkum sum lángevarar, vórðu sanerað ella umskipað fíggjarliga løgdu tit íløgustudningin oman á virðið á skipunum, soleiðis at tit tryggjaðu tykkum at tann íløgustuðul, sum av landsins myndugleikum var ætlaður at tryggja skipunum eina neyðuga tillaging til ein fiskiskap uttan studning, í staðin varð inngoldin tykkum sum gjald fyri ein yvirprís fyri skipini og tað er tí ógvuliga dupultmoralskt av tær at krevja, at skipini ongan stuðul skulu hava samstundis sum tín banki higartil hevur fingið meginpartin av íløgustuðulinum hjá skipunum. Um tín banki ikki hevði innroknað íløgustuðulin í skipavirðið, og á tann hátt kravt eitt órealistiskt høgt virði fyri skipini, vildu flestu av skipunum í dag ikki tørva meiri íløgustuðul. Ein framhaldandi íløgu-stuðul vil ikki verða goldin tykkum sum gjald fyri ein av tykkum ásettan yvirprís fyri skipini, men vil ístaðin óskerdur koma skipunum tilgóðar og harvið røkka upprunaliga endamálinum við íløgustuðlinum, men tað sum >>pínir<< teg er kanska tað, at um íløgustuðulin heldur fram í nøkur fá ár afturat, vilja flestu skipini til ta tíð verða leys av bankanum? Aksel Hansen Viðmerking til viðtalu í Sosialinum Viðmerking til viðtalu, ið Terji Dalsgaard hevði í Sosialinum 14. februar 1998: >>Vit hava ikki fingið góða móttøku frá landsstýrinum<< Terji Dalsgaard førir seg fram sum útróðrarmann í Sandoynni, ið fær sera ringar umstøður at virka undir. Fyrst kundi eg hugsað mær at spurt Terja, um hann er ein partvísur útróðrarmaður, ella hann er fulltíðar útróðrarmaður, sum hann sjálvur nevnir hesar. Terji førir fram, at vit hava straffað teir útróðrarmenn, sum eru í fulltíðarstarvi við útróðri, fyri at náa hinum, sum partvíst rógva út. Her haldi eg, hann hevur misskilt tað heila, og tað haldi eg er sera løgið, tí mær vitandi eru útróðrarmenn í Sandoynni bestu skilamenn, tú kanst tosa við. Lat okkum hyggja at hesi nýggju skipan, ið er galdandi fyri útróðrarmenn, og hvussu henda skipan virkar. Verður avreitt fyri kr. 9.000,- um mánaðin teir seinastu 6 mánaðirnar, ert tú í skipanini og kann fáa inntøkutrygd, sum er kr. 8.200,- um mánaðin, um onki verður fiskað ein mánað. Um tú fiskar fyri kr. 6.000,- ein mánað, verður tú í inntøkutrygdini frádrigin við 50% av 42% av kr. 6.000,-. Sett upp sum dømi Inntøkutrygd8.200,- kr./mánað Fiskipartur6.000,-x42% = 2.520,- kr. Frádráttur í inntøkutrygd2.520,- :50% = 1.260,- kt. Inntøkutrygd til útgjaldingar8.200,-:1.260,- = 6.940,- kr. Hugsa vit okkum, at hesin útróðrarmaðurin býtir 50% av søluvirðinum til bátin og 50% til sín sjálvan, fær hann útgoldið í hýru og inntøkutrygd kr. 6.940,- + 3.000,- ella kr. 9.940,-, og tá hevur báturin kr. 3.000,- eftir, ella við øðrum orðum, fiskar hann fyri, sum í hesum dømi kr. 6.000,- og eigur bátin sjálvur, fær hann við inntøkutrygd kr. 12.940,-. Sjálvur haldi eg ikki at hetta er ein ring skipan. Um vit heldur skuldu havt kg. í staðin fyri kr., eri eg bangin fyri, at ein hevði ikki lagt seg eftir at fingið sum mest fyri fiskin, tingið var samt við mær at brúka hesa skipan. Eisini hevur viðkomandi útróðrarmaður møguleika at forvinna pening í øðrum arbeiði, og bert 50% av tí forvunnu upphæddini verður frádrigin inntøkutrygdini. Tá so ført verður fram, at kr. 9.000,- er so stór upphædd, kundi ein spurt, hvussu kanst tú hava ein útróðrarbát, halda hann við líka og sjálvur liva av honum fyriminni enn hesar kr. 108.000,- um árið. Ein útróðrarmaður við A-loyvi hevur 84 fiskidagar um árið, tað vil siga, at um hann fiskar 257 kg. pr. dag og selur hetta fyri kr. 5,- pr. kg., lýkur hann treytirnar fyri at verða í skipanini, og tað haldi eg at teir flestu gera, sum dríva útróður sum heilárs vinnu, at teir fiska fleiri ferðir hesa nøgd. Ikki haldi eg, at hetta landsstýrið hevur givið útróðrinum ringar sømdir eins og Terji Dalsgaard vil vera við, men heldur hinvegin, og eins og ætlanin er nú, tá fiskiloyvini verða útskriv-að fyri seinna hálvár, har dagarnir verða útlutaðir soleiðis, at teir, ið veruliga dríva á við útróðri koma at hava nokk av døgum. Sjálvandi hevur henda broytingin tað við sær, sum hin ikki hevði, at tað skal ein veruligur útróður drívast fyri at verða í skipanini. Til ALS-gjaldið er at siga, at eg royndi tað eg kundi fyri at fáa hetta broytt, antin við at teir komu í skipanina ella sluppu undan gjaldinum, men hetta varð ikki framt, tí landsstýrismaðurin, sum umsitur hetta málið, vildi onki gera við tað. Sjálvur haldi eg, at tað var harmiligt, at hann ikki vísti hesum málinum meiri áhuga. Eg vil so taka málið uppaftur við hann og vita, um ikki møguleiki er at fáa hetta broytt. Vinarliga, John Petersen, landsstýrismaður Heimadýrið 1. apríl verður heimastýrisskipanin 50 ár, men eingin peningur er avsettur hvørki til føðingardagshald ella kanning Jan Müller Fólkaflokkurin vísti aftur hógvarnar! FÓLKAFLOKKURIN er tann sami enn sum áður. Hetta kom greitt til sjóndar í Løgtinginum hósdagin, tá hann ynskti at fáa uppskotið um arbeiðsumhvørvislóg hagar piparið grør. Ja, skiltu vit framsøgumannin rætt, so vildi hann hava uppskotið fyribeint. TÓNARNIR hjá teimum ungu framherjandi heykunum vóru nærum afturljóð frá uttasta høgra. Óla Breckmann, tá hann var upp á tað >>besta<< í stríði sínum móti øllum tiltøkum til frama fyri føroyska arbeiðaran og tað vanliga fólkið. MEN allir hinir flokkarnir tóku undir við uppskotinum, so eingin vandi skuldi verið fyri, at uppskotið verður felt. UPPSKOTIÐ er ikki so vandafult, sum Fólkaflokkurin ger tað til. Tað miðar fyrst og fremst ímóti at tryggja arbeiðsplássini so væl sum møguligt, so vit sleppa undan skaðatilburðum. Tað veri seg av maskinum, vandafullum evnum o.s.fr. VIÐ øðrum orðum er endamálið at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi, sum skuldi verið til gagns fyri bæði arbeiðara, arbeiðsgevara og okkum øll. Í seinasta enda skuldi hon spart okkum fyri syrgiligar vanlukkur, eins og tað skuldi verið sparandi fyri sjúkrahúsverkið, um hugburðurin millum fólk broytist við atliti til vandafullar arbeiðsumstøður o.tl. PARTARNIR á arbeiðsmarknaðinum gjørdu uppskotið fyri einum 7-8 árum síðani, men Løgtingiðh evur verið so lítið at sær komið, at tvær ferðir er málið fallið burtur. Nú er líkt til at uppskotið vinnur frama. FÓLKAFLOKKURIN var bangin fyri, at nýggja lógin, sum kemur ístaðin fyri arbeiðsverndarlógina, fer at kosta arbeiðsgevarum nógvan pening, men hetta varð víst aftur. Nógvar fyrisetingar eru longu gjørdar og verða gjørdar so hvørt. YNSKILIGT hevði tó verið, um Arbeiðseftirlitið hevði havt orku til betri eftirlit og orku til tað neyðuga fyribyrgjandi arbeiðið, so fólk gerast meira tilvitandi um arbeiðsumhvørvið. HETTA er einki politivald, sum Fólkaflokkurin gjørdi uppskotið til, men ein neyðugur táttur í einum nútímans vinnulívi á altjóða stigi. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi og sólglottar, men eisini ælingur, partvís vátaslettingur. Hitin millum 2 og 5 stig. Veðrið sunnudagin: Fyrst upp í stívt andøvsgul av landsynningi og regn. Út á dagin støkkur hann vesturum til hvassan vind av útsynningi og driv ella mjørki av og á. Hitin kemur upp millm 5 og 8 stig. Vaðeið mánadagin: Hvassur vindur ella skrið av útsynningi og driv ella mjørki meginpartin av degnum. Hitin um 8 stig. Veðrið týsdagin og mikudagin: Yvirhøvur stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og regn ella ælingur ein stóran part av degnum. Hitin alt samdøgrið um 5 stig. Í gjár: Eitt hátrýst, 1025 hPa. yvir Mið-Europu fer eystureftir. Eitt lágtrýst, 985 hPa. eystanfyri Ísland fer í landnyrðing og grynnist. Eitt lágtrýst, 995 hPa. vestanfyri Skotland fer í landnyrðing norðan og fer væntandi norð um Føroyar í kvøld. Í dag: Komandi dagarnar fara fleiri lágtrýst framvið Føroyum norðanfyri og brúgvaløgini haðani bera við Føroyar. Týsdagur 24. februar 1998 Kjartan Kristiansen So fór oljan eisini í fisk Kolvetnislóggávan verður nú samtykt við 3. viðgerð, og harvið er okkara framtíð í oljuhøpi stungin út. Ella rættari sagt, føroysk luttøka í oljuvinnu er sett 10 - 15 ár aftur í tíðina Forsøgan Tað byrjaði annars so væl. Allir flokkar og allir løgtingslimir tyktust hava fatað, at ein møgulig føroysk oljuframtíð var eitt so stórt álvarsmál, at her mátti ikki farast fram eftir fummum. Ein serlig oljuráðleggingarnevnd við frægastu serkønu varð vald, og semja var um, at samskifti nevndarinnar við politisku myndugleikarnar gekk um sjálvan løgmann. Á henda hátt varð ein trygg, professionel fyrireiking sett í gongd, og tað er ikki sørt, at arbeiðslag og duguleikin hjá oljuráðleggingarnevndini og oljufyrisitingini vakti ans og virðing millum útlendsk oljufeløg og myndugleikar. Við hvørt hevur verið funnist at, at tað hevur gingið so spakuliga, men eingin hevur enn kunnað funnist at innihaldinum. Um allan heim eru mong dømi um samfelagsliga sera óhepnar avleiðingar av oljuvinnu og av vónum um oljuvinnu. Tey grefligastu dømini eru Nigeria, Venezuela og Equador. Færri eru dømini um samfeløg, sum eru komin væl frá einari oljuvinnu. Tí vakti arbeiðshátturin, sum valdur var í Føroyum, virðing. Her var skilvísi og skynsemi valt at tryggja eina so avbalanseraða uppbygging av einari møguligari oljuvinnu í Føroyum, sum til bar. Nýggj kolvetnisstevna Tað var kanska bláoygt at rokna við, at eitt slíkt skilvísi fór at kunna halda á fram, og nú eru vit komin aftur til føroyska veruleikan. Tað eru at síggja til ikki tær stóru broytingarnar, sum løgtingið nú við 3. viðgerð fer at samtykkja í uppskotnu kolvetnislóggávuni. Men tær eru rættiliga avgerandi brot við tað arbeiðslag, sum higartil hevur verið, og tær geva teimum, sum alla tíðina hava sagt, at føroyingum kanst tú ikki rokna við, rætt. Treyt um, at allur flutningur av útgerð (uttan flyting av boripallum) og fólki til og frá føroyskum øki skal fara um føroyskan bryggjukant ella føroyskan flogvøll, kann av útlendskum oljufeløgum einans fatast sum annaðhvørt vitleyst skemt ella sum óneyðug forðing og loysigjald fyri útvinning av kolvetni. Í báðum førum verður løgtingið og Føroyar mett ótilrokniligar. Broytingin um, at allar útbjóðingar skulu fara fram sbrt. serstakari løgtingslóg, har tilskilað verður, hvat íkast virksemið fer at geva búskapi og arbeiðsvinnu, ber á sama borð. Tað tykist, sum um løgtingið vil taka eina møguliga oljuvinnu sum gíðsli og fyrireikar, hvat slag av loysigjaldi, tað skal fara at krevja. Men tað, sum kanska verri er, er, at løgtingið ætlar eina almenna oljuvinnu á sama hátt sum fyri alivinnuna fyrst í áttati-árunum. Tað skuldi verið óneyðugt at mint á, at tað tók alivinnuni 10-15 ár at sleppa at verða rikin upp á vinnuligar treytir. Ímeðan fingu vit dálkaðar firðir, stórt umhvørvisligt spell og nógvar privatar húsagangir. Úrslitið av viðgerðini av kolvetnislógaruppskotinum ger útlendskum fyritøkum púra greitt, at Føroyar er eitt samfelag, sum teir ikki kunnu rokna við. Tað ber ikki til at samráðast og gera avtalu við føroyskar myndugleikar, og tað ber heldur ikki til hjá føroyskum myndugleikum at samráðast við útlendskar fyritøkur - uttan uppá hvamsvís. At rætta bakara fyri smið Men kanska er tað ikki kolvetnislógina, ið løgtingið hevur viðgjørt. Mangt bendir á, at tað tilstundandi valið og tvørrandi samstarvslagið millum løgting og landsstýri, sum er viðgjørt ístaðin fyri kolvetnislógina. At løgtingið einki álit hevur á landsstýrinum er vorðið skilligt. Um orsøk er til slíkt illtrúni, so er tað ein søk millum løgtingið og landsstýrið. Tað er jú løgtingið sum millum sínar frægastu hevur kosið løgmann og landsstýri. Tað er at rætta bakara fyri smið og bart út landsskaðiligt at brúka kolvetnislógina at lýsa alment, at løgtingið ikki trýr sínum egnu og sær sjálvum til. Ein vinnulig framgongd og nýggj tíð kann fara at spyrjast burtur úr einari møguligari oljuvinnu. Men hon kann bert henda, um vinnulig sambond verða bygd upp millum føroyska vinnu og útlendska. Tað fer at forða eini møguligari vinnuligari menning, at vit skulu venda aftur til ta tíð, tá politisk sambond er fyrsta fortreyt fyri at reka vinnu og ikki duguleiki. Tað er púra óneyðugt hjá løgtinginum at royna at tryggja føroyskari vinnu og arbeiðsmegi part í einari møguligari oljuvinnu. Eitt er, at løgtingslimir ikki eru valdir eftir førleika at stýra oljuvinnu, ella fyri tann skuld nakrari vinnu. Annað er, at vinnan dugir hetta so nógv betur sjálv. Vit kunnu sum dømi taka Wood Group í Aberdeen, sum fór inn í oljuvinnuna, tá fiskileiðirnar vórðu skerdar. Í dag hevur fyritøkan 5000 fólk í arbeiði í 20 londum og ein umsetning uppá 5 milliardir krónur. Leggið uppskotið til viks Í vinnuligum samanhangi er stabilitetur altavgerandi. Møguleikarnir fyri avkasti skulu vera ómetaliga stórir, áðrenn ein vinnulig fyritøka fer at gera íløgur í eitt politiskt óstabilt samfelag. Oljuvinnan er meira von við at gera íløgur í óstabil samfeløg enn aðrar vinnugreinar. Men kann hon sleppa undan óstabiliteti, roynir hon tað. Vinnur Bretland marknaðartrætuna, fær oljuvinnan greiðar treytir at arbeiða undir, og hon kann út frá teimum meta, um tað loysir seg at royna at útvinna kolvetni á okkara leiðum. Við nýggju føroysku kolvetnisstevnuni er oljuvinnan um ein háls, um lógin skal skiljast, sum hon er orðað. Í upprunaligu kolvetnisstevnuni kendu vit tað sum eina skyldu at at skipa fyri, hvussu eitt møguligt kolvetni við Føroyar best kundi verða útvunnið, t.e. við atliti til umhvørvi, tryggleika og kostnað, so tað kundi koma restini av heiminum til góðar. Nú tykist stevnan verða merkt av rætti til at leggja forðingar fyri virknari og skilvísari leiting og útvinning av oljuni og rætti til at leggja dýrkandi lið inn, sum í besta føri einans tæna endamálum, sum einki hava við oljuvinnu at gera. Í tí líki kolvetnislógin fer til triðju viðgerð, er hon landsskaðilig. Best varð tí, at hon varð tikin aftur, og at nýtt lógaruppskot lagt fram aftur eftir løgtingsvalið. 21. februar 1998 Kjartan Kristiansen Áki Bertholdsen Stórur áhugi er fyri at lata fiskavirki í Vági upp aftur Eitt nú sigst, at tvøramenn eru sera áhugaðir at lata eitt fiskavirki, sum varð stongt í Vági, uppaftur Síðani Suðuroyar Sparikassi í farnu viku keypti fiskavirki Southern Fish í Vági, hava fleiri á hugaðir verið í sambandi við sparikassan í eini roynd at fáa fatur á virkinum. ­ Tað er stórur áhugi fyri virkinum og fleiri hava tosað við okkum um møguleikarnar fyri at fáa tað, sigur Mikkjal Sørensen, stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Southern Fish er eitt av teimum virkjunum í Vági, sum stungu seg upp í kjalarvørrinum á, at Fiskavirking stongdi Polarfrost, tað stóra flakavirkið í bygdini. Tað vóru Absalon Absalonsen, og aðrir, sum tóku stig til Southern Fish. Men tað helt ikki leingi, og endin var, at Suðuroyar Sparikassi keypti tað á tvingsilssølu í farnu viku. Í fyrstu atløgu er sparikassin mest hugaður at selja og tað eru eisini summi, sum hava víst áhuga at keypa virkið. Hinvegin eru onnur, sum ikki eru so heit fyri at keypa, men mest eru hugað at leiga virkið. Tvøramenn framvið M.a. vilja seiglívað leysatíðindi vera við, at at tvøramenn eru millum teirra, sum hava víst virkinum áhuga. Tað skulu vera menninir aftanfyri Delta Seafood á Tvøroyri, sum nú eisini ætla sær til Vágs. Marner Lisberg, nevndarformaður í Delta, hevur ongar viðmerkingar í løtuni. Men eftir hvat vælvitandi keldur vilja vera við, hava Delta-menninir so mikið góðar royndir við báðum virkjunum í Sandoynni, at teir hava hug at royna áleið tað sama modellið í Suðuroynni við einum virkinum á Tvøroyri, sum skal arbeiða saltfisk og virkinum í Vági, sum skal arbeiða feskan fisk. Tilber so at flyta fisk ímillum við bili, eins og verður gjørt ímillum Skopun og Sand. Vágbingar, vit hava tosað við, siga, at eitt slíkt samstarv ímillum báðar býirnar í Suðuroy kundi skapt nógv arbeiði. Og er tað nakað, sum manglar í Vági, er tað eitt sórt, nøkuluna støðugt arbeiðspláss. Í Vági eru fleiri virki, men tey eru at kalla øll familjufyritøkur, har ið arbeiðsfólkið kann teljast á aðrari hondini. Tí hevði tað verið kærkomið við einum størri arbeiðsplássi eisini, siga Vágbingar. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Fiskivinnan tema í norskum blað Norska blaðið Fiskaren hevur í umbúnað at geva út temablað um fiskivinnu og aling í Føroyum. Fundur var um ætlanina seinasta hósdag Norska blaðið Fiskaren, sum man verða størsta fiskivinnublað í Norðurlondum, hevði kunningarfund á Hotel Hafnia seinnapartin hósdagin. Fundurin snúði seg millum annað um, at Fiskaren ætlar at gera eitt temablað um føroyska fiski- og alivinnu og aliídnað. Men tað, sum fyri føroyska fiskivinnu hevði størstan týdning, var framløgan av databasanum Fish Info Service. Hesin databasin er ikki gamal, men er longu sera framkomin og hevur nógvar góðar upplýsingar fiskivinnuni at gagni. Virkið á Kósini í Klaksvík var eitt av teimum allarfyrstu virkjunum yvirhøvur, sum læt seg skráseta í hesum databasanum. Kaj Leo Johannesen, sølumaður, arbeiddi á Kósini um tað mundi, og hann sigur: - Eg hevði roynt at leita eftir upplýsingum ymsastaðni, og kom fram á einar tríggjar-fýra ymiskar databasar. Teir vóru góðir, men ikki nóg góðir. - Á einari messu uttanlands hevði FIS ein bás, og har kom eg í tos við teir. Á henda hátt kom samband millum Kósina og FIS sum endaði við, at Kósin lat seg skráseta í databasanum við egnari heimasíðu. Kaj Leo Johannesen sigur, at hesin databasin er sera hentur fyri føroyskar útflutningsfyritøkur Í basanum eru upplýsingar um eitt nú prísir á nógvum ymiskum vørum ymsastaðni kring um í heiminum. - Eitt nú kanst tú fáa prísin á lidnum vørum í Japan, Noregi og Íslandi. Kaj Leo Johannesen sigur eisini, at sjálvandi er ymiskt sum kundi verið betur og nevnir tann trupulleika, at ikki alt verður dagført alla tíðina. - Men har er so øgiliga nógv um at fara, sigur hann. Kaj Leo Johannesen sigur, at hevur ein fyritøka ikki tørv á upplýsingum um fisk og fiskamarknað, so er sera avmarkað hvat databasin kann brúkast til. Kaj Leo metir tí, at hann er sera góður fyri føroyskar útflutningsfyritøkur, meðan eitt nú fyritøkur, sum bert arbeiða í Føroyum, als onga gleði fáa av databasanum. - Tað sum er best við hesum databasanum er, at tú sparir tíð. Tú sleppur frá at ringja runt til nógv ymisk støð, fyri at fáa fatur á upplýsingum. - Tú fært upplýsingar um út- og innflutningshagtøl hjá teimum ymsu londunum. Og fyri nøkur av londunum eru teir øgiliga útgreinaðir, sigur Kaj Leo Johannesen. - Tað er eitt annað tú skalt gera tær greitt, tá tú skrásetir teg í einum slíkum databasa. Tú selir onki, við bara at skráseta teg, men tú fært atgongd til eina ørgrynnu av upplýsingum. - Tú kanst siga, at tú skapar kontaktir við at skráseta teg, og teimum kontaktunum kanst tú arbeiða víðari við. Tað kostar onki at verða við í databasanum, men skalt tú, sum Kósin og Bakkafrost, hava ávísing til tína egnu heimasíðu, so kostar tað nakrar túsund krónur um árið. - Harumframt, sigur Kaj Leo Johannesen, so kanst tú keypa tær eina rúgvu av tænastum, og har eru ymiskir prísir alt eftir hvussu umfatandi hesar tænastur eru. Temablað um Føroyar Sum nevnt ætlar Fiskaren at gera eitt temablað um føroyska fiski- og alivinnu, umframt virkir við tilknýti til hesa vinnu. Temablaðið verður eitt ískoytisblað til blaðið sum kemur út fríggjadagin 20. mars. Ætlanin er, at ein partur av temablaðnum verður sum lýsingar, meðan ein annar partur verður redaktionel umtalað av føroyskum vinnulívið, við tilknýtið til fiskivinnuna og alivinnuna. - Tað merkir t. d., at vit fara ikki at skriva um ferðafólkavinnuna, men tey eru vælkomin at lýsa í blaðnum. Og tað tykist sum áhugin er stórur, tí nógv fólk sýndu tiltakinum á Hotel Hafnia áhuga. Áki Bergholdsen Tað eru fleiri meiningar í Tinganesi um íløgstuðulin Sjálvt um íløgustuðulin heldur fram nøkur ár afturat, eru framstigini nógv størri, enn nakar hevði hugsað sær Tað eru fleiri meiningar í Tinganesi um ætlanina hjá John Petersen, fiskimálaráðharra, um at taka íløgustuðulin av fyrst í mars. Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, hevur mangan gjørt seg til talsmann fyri ávísum stuðuli til fiskivinnuna um tað kundi skapa arbeiðspláss, og sum fakfelagsmaður hevur hann ofta funnist at teimum, sum hava viljað øllum stuðuli til lívs, tí hann bara førir til glatan og undirgang. Men spurningurin er, hvat formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur, nú hann eisini er ein partur av løgtingsins grundarlagið undir John Petersen, sum er sinnaður at taka íløgustuðulin av, hóast tað fer at føra til, at nógv av teimum nýggjaru skipunum fara á húsagang við álvarsligum avleiðingum fyri nógv fólk, sum missa arbeiðið, báði sjómenn, og fiskafólk á landi. M.a. fer tað at kosta væl yvir 200 sjómonnum arbeiðið, umframt minst sama tali av fólki uppi á landi. Serliga í Suðuroynni fer tað at raka meint, men eisini vestmnningar, lorvíkingar og sandoyingar fara at kenna sviðan. Stuðul er av tí illa Óli Jacobsen viðgongur at hann situr báðum megin borðið í hesum sambandi, tí øðrumegin er hann formaður í Fiskimannafelagnum og hevur skyldur mótvegis fiskimonnum, men hinvegin er hann samstundis limur í eini politiskari samgongu og er tí eisini skyldur tann vegin. Og Óli Jacobsen er ikki so heitur fyri at siga ov nógv um málið nú, meðan tað er til politiska viðgerð. Men hann sigur, at hansara sjónarmið um stuðul er alment kend. ­ Stuðul er av tí ringa, og tað hevur verið nógv óskil við stuðulinum, sum hevur kostað landskassanum dýrt. ­ Men hinvgin taki eg ikki undir við, at vit rykkja grundarlagið undan arbeiðsplássum. Ongin veit, hvat hendir Óli Jacobsen sigur, at spurningurin um stuðul, ella ikki stuðul er ein spurningur um at finna ta røttu javnvágina. ­Tvs, at stuðulin má ikki verða ein koddi hjá vinnuni, men samstundis kann hann verða rættvísgjørdur fyri at varðveita arbiðspláss. ­ Tað er sera trupult at meta um, hvat fer at henda, táið stuðul verður tikin av. ­ Stuðulin til fiskivinnuna var eina hálva milliard um árið, tað tíð tað var, og táið hann varð tikin burtur, varð tað mótviga við størri effektiviteti í vinnuni og betri prísum. ­ Framstigini í fiskivinnuni tá vóru nógv størri, enn nakar kundi hugsað sær. Fleiri meiningar Og tað er í stuttum støðan hjá Óla Jacobsen til stuðul til fiskivinnuna: ­ Stuðulin skal ikki verða ein koddi hjá vinnuni, men vit mugu heldur ikki rykkja grundarlagið undan arbeiðsplássum. Óli Jacobsen sigur, at nettupp tann spurningurin, at nógv av teimum nýggjaru skipunum fara á heysin, um stuðulin verður tikin burturur nú, liggur rættiliga frammiliga í teirri politisku viðgerðini, sum nú fer fram í Tinganesi í sambandi við íløgustuðulin, sigur Óli Jacobsen. ­ Tað reu nógvir politikarar, sum ikki viljað síggja tað sama henda einaferð afturat, sum hendi fyrst í nítiárunum, at nógv av teimum bestu skipunum fóru a landinum. ­ Og júst tað, at skipini krevja bara stuðul í nøkur heilt fá ár afturat, áðrenn tey klára seg sjálvi, vigar tungt í politisku viðgerðini. ­ Orsøkin til bankaskrædlið var, at grundarlagið brádliga varð tikið undan øllum, og at virðini á skipum og virkjum vórðu niðurskrivað í at kalla onki. ­ Yvirhøvur er semja um, at tað hendi ov brádliga. ­ Tí verður stuðul tikin burtur stigvíst, ber til at laga seg til tær broyttu umstøðurnar so hvørt. ­ Men at allur stuðul verður ryktur burtur í einum, ber ikki til at yvirliva. Óli Jacobsen sigur, at tað eru fleiri meiningar í Tinganesi um ætlanina at taka íløgustuðulin av nú í einum. ­ John Petersen hevur sína hugsan. Men nógv onnur hava eina aðra meining. Sjálvur sigur Óli Jacobsen seg vera hóvligan, og hann heldur, at íløgustuðulin skal avtakast stigvíst. ­ Og havi tað fatan, at tað er ikki tann stóra ósemjan í baklandinum hjá landsstýrinum. ­Tó veit Óli Jacobsen ikki, hvat fer at henda. Og hann heldur, at tann politiska viðgerðin skal fáa frið. Sjálvur er Óli Jacobsen ikki so nógv uppi í politisku viðgerðini, tí hann hevur farloyvi frá tingarbeiðnum. Men farloyvið hevur onki at gera við, at hann vil ikki koma í klemmu ímillum John Petersen og fiskimenninar. Hann hevur verið burturstaddur og afturkomin er nógv, sum liggur á láni, sum hann má fáa avgreitt, og tí skal hann hava farloyvi allan hendan mánaðan, sigur hann. Men fert tú at góðtaka tað, um tað skuldi hent, um politiska niðurstøðan verður, at íløgustuðulin verður tikin av nú í einum? ­ Lat okkum nú bíða og vita, hvussu leikur fer. Eg fari ikki at hótta, hvørki við einum ella øðrum frammanundan, sigur Óli Jacobsen. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hava starvast á Skipasmiðjuni í 150 ár Ólavur Dalsgarð, Vagnur Dam og Henry Mortensen hava starvast á Tórshavnar Skipasmiðju í tilsamans 150 ár. Fríggjadagin fekk Henry Mortensen sum tann triðji fortjenestemedaljuna frá drotningini. Skipasmiðjan verður í ár 60 ár Í 1991 kundi Ólavur Dalsgarð halda sín fimtiára starvsdag á Skipasmiðjuni. í fjør hevði Vagnur Dam verið á Skipasmiðjuni í fimti ár og fríggjadagin fekk eisini Henry Mortensen fortjenestamedaljuna, nú eisini hann rundaði sín fimti ára starvsdag Seinnapartin fríggjadagin var hátíðardámur á Tórshavnar Skipasmiðju, tí tá fekk tann triðið smiðurin >>fortjenestemedaljuna<< frá drotningini. Tað var Henry Mortensen, sum hevur starvast á Tórshavnar Skipasmiðju í samfull 50 ár. Við til hátíðarløtuna hendan dagin vóru eisini Ólavur Dalsgarð, sum í 1991 helt sín 50 ára starvsdag og Vagnur Dam, sum í fjør kundi hátíðarhalda sín 50 ára starvsdag. Tórshavnar Skipasmiðja varð stovnað í 1936, men tað tók sína tíð áðrenn fyrsta skipið kundi takast upp á bedingina. Tað hendi nýggjársaftan í 1938, tá Stella Argus sum fyrsta skipið varð tikið upp á. Sostætt verður Skipasmiðjan 60 ár í ár. Tað var Kjartan Mohr, sáli, sum stovnaði Tórshavnar Skipasmiðju. Hann hevði lært til skipstimbrara á Københavns Flydedok árini 1914-18. Tá hann kom heimaftur smíðaði hann bátar í Sjarpholinum, til bedingin varð tikin í brúk. Nýggi vognurin hjá Tórshavnar skipasmiðju varð tikin í brúk í 1979, og var fyrsta skipið, sum varð tikið upp, rækjutrolarin Sólborg hjá Eiler Jacobsen. Poul Mohr, skipasmiðjustjóri veit ikki at siga, hvussu mong skip hava verið tikin upp á Tórshavnar Skipasmiðju øll hesi árini, men tey eru mong. - Okkurt árið hava vit havt fleiri 100 og okkurt árið 200. Í meðal haldi vit hava eini 110-120 skip uppi um árið, sigur hann. Á Tórshavnar Skipasmiðju starvast í dag 176 fólk. Skipasmiðjan eigur eisini Skipasmiðjuna á Skála, og har starvast 86 fólk. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Dreymur Jóansøkunátt Leikbólkurin "Gríma^3 hevur valt at hátíðarhalda tey 20 árini bólkurin hevur virkað, við Shakespeare sjónleiki. Hetta er samstundia størsta avbjóðingin nakrantíð Í løtuni verður síðsta hond løgd á venjingarnar til sjónleikin " Dreymur Jóansøkunátt, eftir William Shakespeare, sum Gríma í seinastuni hevur arbeitt við í Norðurlandahúsinum. Tað er ivaleyst ikki sum at siga tað, at fara á pall við slíkum stórum leiki, sum krevur nógv av leikararunum. Til henda leikin hevur Eyðun Johannessen, leikstjóri, samlað nærum allir teir bestu leikararnar í Føroyum. Sjónleikurin^3Dreymur Jóansøkunátt^3 er stórsligin leikur við nógvum krevjandi leiklutum, og er skemti- og kærleiksleikur burturav. Hóast leikurin er skrivaður fyri fleiri hundrað árum síðan, so er hann í innihaldi tíðarleysur og sigur framvegis áskoðarum nakað í dag. Høvuðsleiklutin hevur Páll Danielsen, sjónleikari. Hann er yrkisleikari og starvast á leikhúsi í Danmark. Snorri F. Hilmarsson hevur gjørt pallmyndina, og Árni Baldvinsson, kendur ljósmeistari í Íslandi, er komin til Føroya at skipa fyri ljóssetanini. Frumsýningin verður 7. mars í Norðurlandahúsinum Bartal N. Poulsen og Bárður Hansen Landslutakast hjá KFUM-skótunum Í dag byrjar lutaseðlasølan hjá KFUM-skótunum Ein fastur táttur hjá KFUM-skótunum er tann árliga lutaseðlasølan, ið byrjar 24. februar. Selt verður einans í fýra vikur, so tað ræður um at bera skjótt at. Lutaseðilin í ár verður ikki sum hini árini; tú sær beinanvegin, um tú hevur vunnið. Á seðilinum er ein lúka at lata upp, og vinnaranummurini standa á baksíðuni. Vinningarnir eru allir gávukort frá Føroya Keypsamtøku kring alt landið. Virðið á gávukortunum liggur millum 200 kr og 5000 kr. 15.000 seðlar eru prentaðir, og 157 vinningar eru, t.v.s. at meira enn ein av hvørjum 100 seðlum vinnur. Áki Bertholdsen Gera vegir fyri 6,4 millón ymsastaðni í Havn Men harumframt skal gott 1,1 millión brúkat til onnur endamál Tórshavnar Býráð samtykti í síðstu viku, hvørjar vegir kommunan skal gera og umvæla í ár. Tilsamans samtykti býráðið vegagerð og umvælingar fyri knappar 6,4 millión. Men harumframt skal góð 1,1 millión brúkast til kloakkir, gøtuljós o.a. Ikki óvæntað fer nógv tann størsta upphæddin til Marknagilsvegin, so arbeiðið at binda hann í Ringvegin kann halda fram. 4.250.000 krónur eru settar av til tað endamálið. Men annars fáa havnarfólk nú sína triðju rundkoyring í býnum. Tvær rundkoyringar eru niðri við keiina, men nú skal ein afturat gerast heilt ár uppi í R.C. Effersøesgøta, har hon gongur í Ringvegin. 450.000 krónur eru settar av til tað endamálið. Men annars hevur býráðið samtykt 11 aðrar størri og smærri ábøtur og umvælingar. 300.000 krónur skulu brúkast til Grønlandsvegin (Tórsheim). 450.000 krónur skulu brúkast til framhald av arbeiði á Vegin Langa. 270.000 krónur skulu brúkast til ferðslutrygd á Løgmansbreyt. 270.000 krónur skulu brúkast á landavegnum. 270.000 krónur skulu brúkast á heiðagøtu. 100.000 skulu brúkast til veg á Hvíanesi í sambandi við útskifting. Men umframt hesar vegir, skulu eisini aðrar íløgur gerast fyri góða 1,1 millión. 200.000 krónur skulu brúkast til ábøtur á vatnverk, møguliga á Argjum, í Villingardali, ella í Norðasta Horni. 300.000 krónur skulu brúkast til gøtuljós, har ið SEV tekur niður. 450.000 krónur skulu brúkast til kloakkir í Eysturbýnum. Og at enda skulu 200.000 krónur brúkast til kloakkir í Tinganesi. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Friðarligt vikuskifti Vikuskifti var sera friðarligt, verður sagt av politistøðini í Havn. Onki innbrot, men ein stolin bilur og ein bardagi var tað sum stóð í døgnrapportini hetta vikuskifti Hetta vikuskifti voldi ikki løgregluni í Havn nakað stórvegis høvuðbrýggj, tíbetur. Tað var eitt av teimum friðarligu vikuskiftum. Ein stolin bilur og ein bardagi millum ung, var tað sum løgreglan hevði at takast við um vikuskifti, útyvir tað vanliga. Suni Vinther, støðleiðari í Havn, sigur, at tað er javnan, at teir verða boðsendir í sambandi við hússpetakul, men tað var onki hetta vikuskifti. Tað er onki innbrot fráboðað løgregluni hetta vikuskifti, og av kriminaldeildini sigur John Mortensen, at tað hava ikki verið so nógv innbrot í seinastuni. - Eitt tíðarskeið upp á 3 mánaðar, fram til august mánað, vóru nógv innbrot, og tað vísti seg at verða ein bandi, sum framdi eina innbrotsrøð, men síðani hann varð steðgaður hevur verið stak friðarligt, hvat tí viðvíkur. - Tey innbrotini sum eru nú, eru ofta ótangalótir. Onkrir unglingar sum bróta inn eftir góðgæti og sigarettum, sigur John Mortensen. Vit spurdu John Mortensen um motivini til innbrotini. Hann sigur, at tað sum oftast eru unglingar sum bróta inn fyri spenningin, ella onkur sum manglar pening. - Tíbetur hava innbrotini í seinastuni verði av teimum smáu. Vit hava onki av teimum stóru, fyriskipaðu innbrotunum havt í seinastuni. Vit spurdu eisini John Mortensen, um løgreglan hevur tikið nakað hash í seinastuni. - Higartil í ár hava vit fingið fatur á millum 200 og 300 grammum av hashi. Í fjør fann løgreglan uml. 1400 gram, áðrenn tað grønlendska skipið var tikið við umleið 33 kg. John Mortensen sigur, at tað, fyri tað mesta, eru teir somu >>klientarnir<< sum ganga aftur í hashmálunum, og at tað í høvuðsheitum er í Havn tað fyrikemur. Hann sigur eisini, at tað eftir teirra uppfatan ikki er nakar fyriskipaður innflutningur av sterkum rúsevnum til Føroya. - Tey koma fyri, men tíbetur í sera smáum nøgdum, sigur John Mortensen. Bilur stolin í Havn Fríggjakvøldið klokkan 23.35 fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var stolin við Maskinskúlan í Havn. Bilurin varð seinni funnin aftur við Super Dekk Service, og tað vísti seg at verða 3 unglingar sum høvdu tikið sær brúksrættin til henda bilin. Revsingin fyri bilstuldur er bót, og tí kunnu hesir menninir væntað sær eina bót fyri óbótagerðina. Bardagi á Sundsvegnum Leygarkvøldið klokkan umleið hálvgun eitt fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at bardagi var á Sundsvegnum, og at ein brotin fløska var brúkt í bardaganum. Løgreglan tók ein 23 ára gamlan mann við á støðina, men eftir at hava avhoyrt hann og onnur í málinum, hava teir avgjørt ikki at gera meira við málið. - Tað er onki at fara víðari við í hasum málinum, sigur vakthavandi. Terji Nielsen >>Tað er eins og tú býrt í einum kufferti<< Hetta siga tær fimm genturnar, ið manna bólkin Spice Power, ið hevur verið í Føroyum í vikuskiftinum Tað er bítandi kalt, og nógvur vindur er á parkeringsøkinum hjá Hotel Føroyum. Ikki so, tað er ikki nakað óvanligt fýri ein leygardag í februar. Men inni í fjálgu forhøllini á gistingarhúsinum sita nakrir heldur sjáldsamir gestir. Tað eru fimm ungar kvinnur úr Onglandi, ið nevna seg fýri Spice Power. Tær ferðast kring í Europa og hava framførslur, har tær >>kopiera<< heimskenda gentubólkin The Spice Girls. Tær síggja eitt sindur troyttar út, men tær hava jú eisini havt tvær væleyndaðar framførslur á Tvøroyri kvøldið fýri og sostatt ikki fingið tann stóra svøvnin, tí at tær skuldu jú við Smyrli norður aftur um morgunin. Men so skjótt sum at vit hava sessast, eru tær beinan vegin fúsar at svara spurningum. Hvar og hvussu byrjaði alt hetta við Power Girls? Vit hava upptraðkað í 1 ár, men vit hava verið longri saman. Okkara fýrsta stóra uppgáva var ein sáttmáli á Mallorca, har vit vóru í heilar tríggjar mánaðar. Nakrar av okkum dansaðu saman, áðrenn vit byrjaðu upp á hetta, og táverandi dansilærarin hjá okkum er nú umboðsmaður okkara. Í fýrstani vóru tað bara vit báðar, Posh og Ginger, sum vóru saman, men so høvdu vit upptøkuroyndir, har vit so funnu restina,<< sigur 21 ára gamla Danielle Heath, ið ber heitið Ginger. >>Eftir at vit høvdu upptraðkað á Mallorca, fingu vit bíleggingar úr ymsum partum av Europa. Vit hava verið bæði í Tysklandi, Italia, Danmark, Eysturríki og nógvum øðrum londum í Europa.<< Nú er tað tann bert 18 ára gamla Kate Barret ella Baby, ið førir orðið. >>Millum annað vóru vit í jólasendingini hjá Bubber, ið varð send í danska sjónvarpinum sjálvan jóladag.<< Hvat siga fólk til, at tit >>kopiera<< Spice Girls? >>Sum heild eru fólk sera positiv. Tað er eftir okkara tykki rættiliga løgið, at Spice Girls framhaldandi eru so væl umtóktar. Vanligt er tað so, at slíkir lættisoppa bólkar bara eru frammi í heilt stutta tíð við bert einum ella kanska tveimum >>hittum<<. Tað, at eftirspurningurin eftir teimum er so stórur, førir við sær, at eftirspurningurin eftir okkum eisini er stórur.<< 21 ára gamla Emma Ratcliffe ella Posh leggur aftrat: >>Tað eru í Bretlandi heilt nógvir gentubólkar, ið gera tað sama sum vit, men eg haldi, at vit eru tær bestu. Hetta ljóðar kanska eitt sindur reyput, men nógvir av hinum bólkunum hava tann trupuleikan, at tær bert eru góðar til antin at dansa ella at syngja. Vit eru góðar til bæði!<< Hava tit nakrantíð hitt Spice Girls? >>Nei, tað hava vit tíverri ikki,<< sigur elsti limurin í bólkinum, 23 ára gamla Sarah Stafford ella Sporty. Hendan Sarah virkar sum tann stilla og álvarsama gentan - tá hon tosar, tiga hinar. >>Tær verða við í sendingini hjá Bubber komandi leygardag, og tá eru vit enn í Danmark, og vóna vit at hitta tær tá. Men vit vita ikki, hvussu tær fara at taka ímóti okkum.<< Hvussu nógvar dagar árliga ferðast tit við Power Girls? >>Næstan allar! Vit eru sera sjáldan heima, men tá vit eru í Onglandi hava vit bara nakrar heilt fáar framførslur. Tað eru sum sagt so nógvir av hesum gentubókunum, men tað eru bert nakrar fáir, ið koma út um tað bretska markið. Men tað er øgiliga strævið at ferðast á henda hátt, tað er eins og tú byrt í einum kufferti.<< Danielle Strong ella Scary, ið er 18 ár, leggur aftrat: >>Tá ið man ferðast saman so nógv, tá kemur man eisini til at kenna hinar øgiliga væl, men man kann eisini koma til at troyttast av hvørjum øðrum. Tá ið vit eru heima, vilja vit helst ikki síggja hinar í bólkinum.<< Hvussu leingi fara tit at fáast við hetta? >>So leingi sum eftirspurningurin er har. Fyribils hava vit fult av uppgávum heilt fram til oktober. Vit hava tað stuttligt, men so skjótt sum vit ikki hava tað stuttligt, fara vit helst at gevast. Hetta arbeiði hevur eins og øll onnur sínar góðu og ringu síðir. Tað góða er, at vit sleppa at dansa og syngja, sum vit allar elska. Tær ringu síðirnar er so, at man skal sita á ymsum flogvøllum og bíða, ella kanska koyra í einum bussi í fleiri tímar.<< Ginger, sum er sera prátingarsom, sigur eisini: >>Vit kundu væl hugsað okkum at útgivið okkurt, tí at vit kenna allar hvørja aðra so væl, og vita hvat vit standa fýri.<< Lønar tað seg væl at ferðast runt á henda hátt? >>Ja, avgjørt. Tá ið tú ferðast soleiðis, hevur tú ikki stundir til at fara út um kvøldarnar ella um dagin at brúka pengar. Haraftrat fáa vit jú alt goldið frá teimum ymsu fýrireikarunum.<< Tá ið tit fingu bíleggingina úr Føroyum, høvdu tit tá nakrantíð hoyrt um Føroyar áður? >>Vit høvdu hoyrt navnið, men bert onkur av okkum visti, hvar ið tær lógu. Onkur helt, at Føroyar lógu í Egyptalandi! Hetta var helst tí , at orðini Faroes og Farao líkjast so mikið,<< sigur Ginger við einum stórum smíli. Tá ið tær eru lidnar at flenna, sigur tann álvarsama Sporty, at >>mær dámar so væl her, tí at fólk eru so rólig her, og samstundis kennist tað ikki, sum um fólk øvunda hvørjum øðrum.<< Hinar nikka samtykkjandi, og Posh leggur aftrat: >>Tá ið vit vóru lidnar við framførsluna á Tvøroyri í gjárkvøldið, vóru tað eins nógvar gentur sum dreingir, ið klappaðu. Tað eru vit als ikki vanar við, tí at konufólk mangan øvunda øðrum konufólki.<< At enda siga tær, at tær vóna at sleppa aftur til Føroya at upptraðka og at tær tá at hava betri tíð til at ferðast runt og síggja eitt sindur av landinum. Ein góður hálvur tími er farin við fúkandi ferð, men nú merkist tann bítandi kuldin á parkeringsøkinum ikki so væl, hetta kemst helst av, at man er vorðin heitur av at tosa við hesar fimm, ungu og eggjandi genturnar úr Onglandi, ið rópa seg Spice Power. Myndir: Álvur Haraldsen Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Terji Nielsen Mannfólkini gloymdu tíð og stað! Tey flestu mannfólkini í Ítróttarhøllini á Nabb leygarkvøldið gloymdu bæði tíð og stað, tá ið fimm ungar, hálvnaknar kvinnur úr Onglandi við eggjandi dansi og sangi hermdu eftir Spice Girls Tað vóru gott og væl fýrahundrað fólk í høllini á Nabb leygarkvøldið, tá ið fyrst Spice Girls Eysturoy, síðan Súsanna Madsen nr. 2 í ársins songrødd og at enda Spice Power skuldu á pallin at undirhalda. Sum við so nógvum øðrum tiltøkum her á landi, so noyddist man at bíða í rúma tíð, áðrenn tað fór nakað fram á pallinum. Eftir at plátuvendarin hevði stríðst í góðar tveir tímar fóru framførslurnar í gongd, tá ið klokkan mundi verða umleið 2. Spice Girls Eysturoy Fyrst á pallin var sum sagt ein bólkur av gentum úr Eysturoynni, ið róptu seg Spice Girls Eysturoy. Tær framførdu lagið hjá Spice Girls >>Wannabe<<, bæði við sangi og dansi. Hesar genturnar smæddust ikki, tær dansaðu runt á pallinum á júst sama hátt sum tær veruligu Spice genturnar. Sangurin >>Wannabe<< er alt annað enn lættur at syngja, og av hesi orsøk eydnaðist sangurin hjá gentunum ikki so væl, sum hann kundi gjørt við einum øðrum, lættari lagi. Títtleikin í sanginum førdi við sær, at tær av og á mistu tónan, men tær royndust væl hóast alt. Tað hjálpti heldur ikki gentunum, at teknikkurin ikki var í topp júst hesa løtuna. Men við eitt sindur av sangvenjing høvdu genturnar heilt vist tikið seg munandi fram, og møguliga vit tá høvdu hoyrt meira til tær. Tí at tær tora og duga at upptraðka, og tað hevur ikki so lítið at siga! Súsanna Madsen Tað er eingin ivi um, at kollfirðingar eiga ein sera evnaríkan sangfugl í tí ungu Súsannu Madsen. Hon sang sangin >>Unbreak my heart<< hjá Toni Braxton. Súsanna sang sangin so mikið væl, at ein skuldi næstan hildið, at tað var Toni Braxton sjálv, ið stóð á pallinum og sang. Tíverri sang Súsanna bert henda eina sangin, men vónandi fara vit at hoyra nógv til hana í framtíðini, hon hevur í øllum førum røddina til at koma langt í føroyska tónleikaheiminum. Tað hevði verið sera áhugavert, um hon kanska hevði komið í samband við onkran tónleikabólk, ið hevði tørv á einari sangarinnu. Spice Power Síðst á pallin komu tær fimm genturnar úr Onglandi, sum tey flestu vóru komin fýri at síggja og hoyra, nevnliga Spice Power. Hesar lættkløddu genturnar vóru ikki sørt líkar teimum veruligu Spice Girls, og var tú staddur aftarlaga í salinum og hugdi niðan á pallin, so sást tú ikki, at hetta ikki vóru tær veruligu Spice genturnar. Hesar genturnar bæði dansaðu og sungu væl, men tíverri megnaði teknikkurin ikki at fylla høllin nóg væl. Haldi tó ikki at áskoðarnir løgdu hetta til merkis, ið hvussu so er ikki mannfólkini. Teir vóru so hugtiknir av hesum ungu gentunum og teirra eggjandi kroppum, ið dansaðu við eggjandi rørslum til tónleikin. Tað var meira enn ein genta, ið noyddist at skúgva undir drongin hjá sær, so at hann ikki heilt gloymdi hana! Tað var kanska eitt sindur óheppið, at summir av mannligu áskoðarunum høvdu hug til at sleppa upp á pallin at nerta við genturnar, men hetta tóktist ikki at nerva ensku genturnar. Tær sungu og dansaðu við sama laga, og tað tænir teimum til heiður. Tað skal tó viðmerkjast, at onkur av hesum gentunum ikki megnaði at syngja heilt reint í onkrum sangi, tá ið tað gekk serliga skjótt fýri seg. Ungdómurin dámdi væl diskotekið Tá ið ongin framførsla var á pallinum, høvdu fyrireikararnir ístaðin skipað fýri diskoteki, og tað vísti seg, at hetta var sera vælumtókt millum tey ungu. Tey 15 til 18 ára gomlu hava einki diskotek, sum tey kunnu fara í, so tað er heilt sjáldan, at tey sleppa at dansa til tann nýggjasta, dansitónleikin. Hetta dansitiltakið var kanska ikki tað besta, sum skipað hevur verið fýri her á landi, men tað skal eisini havast í huga, at atgongumerkið bert kostaði 100 krónur. Hetta er ikki nakar høgur prísur, tá ið eisini ein útlendskur bólkur tekur lut. Ungdómurin klagaði ikki, serliga ikki tann mannligi parturin! Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Tiltøk Møtir, fundir og onnur tiltøk Samkoman Immanuel Møti mikukvøldið kl. 20.30. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønamøti. Mikukvøld kl. 20: Uppbyggingarmøti. Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti. Frelsunarherurin, Tórshavn Í dag kl. 17: Club 7 up. Mikudagin kl. 15: Bøn. Mikukvøldið kl. 20: Bíbliutími v/ Hans Hansen. Nólsoy Gudstænasta verður mikukvøldið kl. 20. Martin Restorff Jacobsen prædikar. Glyvra kirkja Gudstænasta verður mikukvøld kl. 20. Hans J. Joensen, biskupur, prædikar. Nes kirkja Gudstænasta hóskvøldið kl. 20. Jógvan Fríðriksson prædikar. Rituvíkar kirkja Gudstænasta hóskvøldið kl. 20. Niels P. Danielsen prædikar. Lívsins Orð Møti verður mikukvøldið kl. 20. Leygardagin kl. 17: Barnamøti. Sunnudagin kl. 10.30: Møti. Eiðis kirkja Lestur mikukvøldið kl. 20.30. Gjáar kirkja Gudstænsta mikukvøldið kl. 19. Peter O. K. Olofson prædikar. Funnings kirkja Gudstænasta mikukvøldið kl. 20.30. Peter O. K. Olofson prædikar. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundur verður í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Bahá'í Miðstøðin í Gundadali er opin hvønn hósdag frá kl. 17.00 til kl. 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið. Bahá'í-samfelagið í Tórshavn Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovendbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 96 99 95, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20. Sunnudagsskúli í Keypmannahavn Sunnudagsskúli er hvønn sunnudag kl. 14 á Oyrasundskollegiinum, Dalslandsgade 8, og í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri fæst at vita frá Jan Johannesen, tlf. 30 35 59 66. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sending in frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Timburmenn Tórsvallar Yrking Tóku teir Tórsvøll teir tápulingar breytina býttu teir bygdu vístu teir bert sínar longu-fingrar fólkini burtur teir stygdu Vit vilja varðveita vár vána vøll háðandi hetta teir hildu men fólkið stóð saman tey søgdu øll spillið ætlan teirra snildu Snúðu sær snildir sum sílið í á svaraðu ei upp á spurning forum teir bygdu til fólkini fá hildu til rukku hvønn føroying Ætlanin løgd var á myrkari nátt og mistreystið tað nú var sátt køvdi tað okkara móðurítrótt og fólkið tað tveitt varð á gátt Skuggaði stadion so fyri sól tí breytin um vøllin hon mól gævið tann dagur hann aldri upprann at sólin hon vann ikki fram Standið nú saman øll somul í dag tit fáið nú hetta í lag og beinið nú rennibreytina burt tí teir hava okkum ei spurt (Incognito) Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Landsliðið tapti móti Silkeborg Fótbóltur: Føroyska fótbóltslandsliðið tapti sín fyrsta dyst á venjingarleguni í Cadiz í Spania Føroyska fótbóltslandsliðið er sum kunnugt á venjingarlegu í Cadiz í Spania og í tí sambandinum hava teir fingið í lag nakrar venjingardystir. Tann fyrsti í røðini var sunnudagin ímóti danska superligaliðnum Silkeborg, sum eisini er á venjingarlegu í Spaniu. Nakrar broytingar eru farnar fram á føroyska liðnum. Óli Johannesen er givin við landsliðsfótbólti, og Jan Dam er skaddur. Tí skuldi verjan umskipast, og hesaferð spældi Arnbjørn Danielsen á aftasta plássi í verjuni. Framman fyri hann spældu Hans Fróði Hansen og Jens Kristian Hansen. Á miðjuni spældu Allan Mørkøre, Magni Jarnskor, Sámal Joensen og Øssur Hansen. Framman fyri lógu John Petersen og Símun Eliasen og allarfremst lá Jan Allan Müller. Málmaður var - sjálvandi - Jens Martin Knudsen. Vit hava frætt úr Spania, at føroyska landsliðið byrjaði dystin væl, og hevði eftir fimm minuttum sín fyrsta málmøguleika, men skotið hjá Jan Allani Müller fór framvið málinum. Í 13. minutti varð Rasmus Klemen spældur fríur í føroysku verjuni, og hann útspældi Jens Martin Knudsen til 1-0 til Silkeborg. Minuttin eftir var aftur galið. Nocko Jokovic tekur bóltin frá føroysku verjuni. Hann setir kós móti málinum og sær, at Jens Martin Knudsen stendur nakað uttarlaga og ger ikki mætari enn at lyfta bóltin upp um hann. Eftir henda hvøkkin komu føroyingar fyri seg aftur, og hildu bóltin í egnum rekkjum. Í 24. minutti spældu Øssur Hansen og Jan Allan Müller seg ígjøgnum donsku verjuna, men skotið varð bjargað á málstrikuni. Minuttin eftir fóru føroyingar aftur í álop, og Øssur Hansen sær, at Sámal Joensen rennur inn um Silkeborg-verjuna. Sámal fær bóltin frá Øssuri Hansen og skjýtir fram við Peter Kjær sum kemur út í móti. Jan Allan Müller rennir aftaná bóltinum og eigur seinasta fótin, sum sendir bóltin inn í danska málið. Føroyingar vóru við at javna í 33. minutti, men Jens Kristian Hansen gleið, tá hann skuldi skjóta. Í 51. minutti varð Nocko Jokovic sendur av vøllinum fyri eina hevnisøku móti Bartali Eliasen. Eftir hetta tók Silkeborg seg aftur á vøllin fyri at verja og tí komu teir væl frá. Føroyingar høvdu ikki nakran gjøgnumspældan málmøguleika í øðrum hálvleiki, men fingu onkran møguleika í sambandi við okkurt hornaspark. Úr Spania verður sagt, at teir eru nøgdir við avrikið hjá okkara spælarum, serliga tá hugsað verður um, at teir júst eru byrjaðir at venja. Silkeborg, sum liggur á triðjaplássi í donsku superliguni hava vant í rúma tíð nú. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo StÍF tevjar gull Hondbóltur: Kvinnurnar hjá StÍF eru nú greiðir favorittar til at gerast føroyameistarar Við einum tryggum sigri á Stjørnuni staðfesti StÍF sína oddastøðu í 1. deild hjá kvinnum. Talan var um ein dyst millum oddaliðið og botnliðið, og tað sást eisini aftur á vøllinum. StÍF fekk beinanvegin yvirvág í dystinum og spældi í løtum eisini sera væl. Stjørnan, sum bert hevur tvey stig og nú alsamt meira líkist einum niðurflytara, spældi ikki vánaligt, men tað tykist, sum um klaksvíkskvinnurnar ikki hava nóg gott sjálvsálit, tá tær spæla móti teimum fremstu liðunum. Komandi sunnudag verður tað Neistin, sum vitjar á Skála, og tað kann gerast ein sera spennandi dystur. Um StÍF vísir sama spæl, sum tær til tíðir vístu móti Stjørnuni, vinna tær á Neistanum, og so er FM-heitið ivaleyst í pottinum. Men hóast tað sær gott út í løtuni, so vita tey í StÍF, at gamla orðatakið um ikki at selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin, ofta hevur víst seg at halda. Og StÍF-liðið fer uttan iva at taka dystin móti Neistanum komandi vikuskifti í fullum álvara. Í Klaksvík mugu tey helst venja seg við tankan um niðurflyting. Nú eru fýra stig upp til næstniðasta liðið, og hóast Stjørnan hevur dyst eftir móti bæði VB og GÍ, er tað ikki víst, at tveir sigrar her verður nóg mikið til at sleppa undan 2. deildarhondbólti næsta ár. StÍF-Stjørnan 29-14 (16-5) StÍF: Signhild Petersen 11, Paula B. Jacobsen 6, Hanna Thorleifsson 4, Anna Maria Berthelsen 2, Alis Høghamar 2, Eyðleyg Mikkelsen 2, Bjørg Mikkelsen 1, Katrin Petersen 1. Stjørnan: Joan M. Joensen 5, Ragna Andreasen 4, Anna K. Samson 3, Jastrid Gullaksen 1, Hansy Thomsen 1. Útvísingar: StÍF 2, Stjørnan 4. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo GÍ fekk tvey týdningarmikil stig Hondbóltur: GÍ vann á VB og tryggjaði sær so at siga sætið í 1. deild GÍ fekk tvey týdningarmikil stig í botnstríðnum við at vinna 27-21 á VB leygardagin. Bæði GÍ og VB hava nú seks stig, meðan Stjørnan á niðasta plássi hevur tvey. Sostatt skuldu bæði liðini havt tryggjað sær framhaldandi tilveruna í 1. deild. Dysturin millum GÍ og VB var javnur so at siga allan vegin. GÍ var framman fyri alla tíðina, men ongantíð so nógv, at tær kundu kenna seg tryggar. Ikki fyrr enn móti endanum av fyrra hálvleiki kom munurin upp á trý mál. Í seinna hálvleiki vaks munurin støðugt, og hóast VB fekk trý tey seinastu málini í dystinum, var tað ov seint. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo H71 komið upp á silvurplássið Hondbóltur: H71 gjørdi 40 mál móti KÍF og fór fram um StÍF H71 kom upp á 2. pláss á stigatalvuni við at vinna ikki minni enn 40-28 á KÍF leygardagin. Tá so StÍF dagin eftir tapti móti VÍF, skifti silvurplássið eigara. Sum so ofta fyrr í hesum kappingarárinum megnaðu kollfirðingar at fylgja við stóran part av fyrra hálvleiki, men so skrædnaði. Allir útispælararnir hjá H71 uttan ein komu á málskjúttaralistan, og 40 mál í einum dysti má sigast at vera rættiliga nógv. At so 28 mál sum oftast er nóg mikið til at vinna ein dyst, er lítil troyst hjá KÍF. Hvørki KÍF ella Neistin hava útlit fyri at fáa stig frá nøkrum av liðunum omanfyri teir, og teir mugu bíða til seinasta umfar, tá avgerðin um niðurflytingina helst fellur. Tá spæla Neistin og KÍF í Havn. Eisini í seinasta umfari spæla VÍF og H71 í Vestmanna. Um H71 ætlar sær at gerast føroyameistari, krevur tað hjálp frá øðrum liðum eisini, men um nakar fer at taka stig frá vestmenningum áðrenn tá, er ikki serliga sannlíkt. H71-KÍF 40-28 (17-14) H71: Hans Guðmundsson 9, Andreas F. Hansen 7, Finnur Hansson 7, Róaldur Jákupsson 5, Tróndur Vatnhamar 5, Jákup S. Simonsen 3, Annfinn N. Debess 2, Olaf Vestergaard 2. KÍF: Jóan P. Olsen 8, Eddi Joensen 7, Petur M. Poulsen 4, Vagnur Johannesen 3, Petur M. Johansen 3, Jónálvur Johannesen 2, Finn H. Johannesen 1. Útvísingar: H71 2, KÍF 5. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Neistin líkist einum 2. deildarliði Hondbóltur: Serliga fyrri hálvleikur var katastrofalur hjá Neistanum í dystinum móti Kyndli, og við hesum lagnum endar Neistin í 2. deild Neistin slapp frá tí heilt stóru eyðmýkingini, men tað sá als, als ikki gott út eftir fyrsta hálva tíman í dystinum móti Kyndli sunnudagin. Tá hálvleikur var, hevði Kyndil fingið 17 mál og Neistin bert 5. Fimm mál eftir hálvum tíma er í miðal eitt fyri hvørjar seks minuttir, og tað er sera lítið í einum hondbóltsdysti. Í seinna hálvleiki kom Neistin meira fyri seg, samstundis sum Kyndil ikki rættiliga tímdi at halda á við trýstinum, og tí bleiv úrslitið >>heiðurligt<< fyri Neistan, sum serliga í fyrra hálvleiki líktist einum 2. deildarliði sera nógv. Annars var tað óvanliga tómligt í høllini til ein dyst millum hesi bæði liðini. Men ítróttarligu úrslitini higartil í ár hjá báðum liðunum síggjast eisini aftur í áskoðaraáhuganum. Tað var so kvirt í høllini, at tú hoyrdi hvørt orð úti á vøllinum - tað var, sum um tað bert var eitt vanligt venjingarkvøld. Men dysturin taldi, og Neistin hevur framvegis bert eina vón: At vinna á KÍF, tá liðini hittast aftur í allarseinasta umfarinum tann 28. mars. Um Neistin ikki vinnur henda dystin, flytir liðið niður í 2. deild, tí tað er sera, sera lítið sannlíkt, at tað fær nakað stig móti nøkrum av hinum liðunum í 1. deild. Neistin-Kyndil 18-30 (5-17) Neistin: Kári Mortensen 6, Páll Nólsoy 3, Svenning W. Hansen 2, Karl Oddmar Rasmussen 2, Bogi Henriksen 1, Høgni í Jákupsstovu 1, Jákup Sv. Kass 1, Finnur Petersen 1. Kyndil: Bjarni Wardum 9, Hannis Wardum 8, Búi Holm 4, Bárður Johannesen 3, Hans-Áki Dahl-Christiansen 2, Uni Wardum 2, Hans Andreas Nolsøe Dahl 1, Regin Petersen 1. Útvísingar: Neistin 1, Kyndil 4. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Tað er løgið sum alt krógvar seg í dag... Hondbóltur: VÍF tók eitt stórt stig fram móti enn einum FM-heiti, tá teir vunnu á Skála móti StÍF Nógv bleiv sett upp á pláss í høllini á Skála leygardagin. StÍF-kvinnurnar tóku eitt stórt fet fram móti FM-heitinum, og tað sama gjørdi VÍF í 1. deild hjá monnum. Vestmenningar vunnu 24-20, men tað var ikki fyrr enn teir seinastu tveir minuttirnar, at avgerðin fall. Tá tveir minuttir vóru eftir, var støðan javnleikur 20-20, men so gjørdi Ingi Olsen trý mál, og so var sloppið hjá VÍF. Tá Ingi skoraði til 21-20, fingu strandingar knappliga so nógvan skund at fara fram at javna, at teir tvær ferðir blakaðu bóltin burtur til Inga, sum so einsamallur kundi fara fram og økja til 22-20 og 23-20. Áðrenn tað høvdu liðini skiftst um leiðsluna. Strandingar komu betur frá byrjan. Teir royndu seg við eini offensivari verju, og tað riggaði væl, so eitt nú strikuspælarin hjá VÍF fekk lítið og einki burturúr. StÍF helt nøsina framman fyri allan fyrra hálvleik og fór til hálvleiks við eini leiðslu upp á 11-10. Men strandingar komu ikki í gongd í seinna hálvleiki, og VÍF tók seg framum 15-12 og seinni 18-14. Men so svaraði heimaliðið aftur, og tá tveir minuttir vóru eftir, var støðan sum sagt 20-20. Men VÍF var sum heild betra liðið og vann uppiborið. StÍF hevur nú tapt tveir heimadystir á rað móti ávikavist H71 og VÍF. Hetta hevur gjørt, at strandingar hava mist møguleikan fyri føroyameistaraheitinum, sum VÍF nú sær út til at fara avstað við. Vestmenningar missa ikki nógv stig av teimum tíggju, sum framvegis eru eftir at spæla um. Og at VÍF framvegis er besta liðið í 1. deild hjá monnum, munnu strandingar og hoyvíkingar eisini vera væl vitandi um. StÍF-VÍF 20-24 (11-10) StÍF: Jónleif Sólsker 7, Artur Johansen 6, Sveinbjørn Poulsen 3, Alexandur Johansen 2, Poli Hansen 1, Tummas Johansen 1. VÍF: Áki Olsen 9, Ingi Olsen 9, Hjalmar K. Olsen 4, Sámal Joensen 1, Rógvi Nielsen 1. Útvísingar: StÍF 4, VÍF 4. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Kyndil segði takk fyri seinast Hondbóltur: Kyndil fekk uppreisn fyri ósigurin í steypafinaluni næstseinasta leygardag við at vinna á Neistanum At áhugin millum føroyingar fyri kvinnuhondbólti er um at gerast eins stórur og fyri hondbóltinum hjá monnunum varð enn eina ferð prógvað sunnudagin, tá Kyndil og Neistin møttust bert eina viku eftir, at liðini spældu steypafinaluna. Sum nakað nýtt varð mansdysturin spældur fyrst - fyri mestsum tómari høll - og kvinnudysturin aftaná við nógv fleiri áskoðarum. Og teir fingu eisini ein frálíkan og hendingaríkan dyst afturfyri. Millum áskoðararnar vóru eisini nógv komin av Skála og Strondum - tú sást fleiri av StÍF-kvinnunum - og tey kundu fara nøgd til húsa aftur, eftir at Kyndil hevði sagt takk fyri seinast við Neistan og vunnið sannførandi 25-19. Tað vóru serliga tveir spælarar, sum áttu sín stóra part í sigrinum hjá Kyndli: Málverjin Hanna Rubeksen og skotsterka Ann Hansen. Um tað so var skot frá vonginum, frá miðjuni, ja enntá brotskast, so tók kyndlamálverjin tað. Tað var fyrst og fremst hon, sum gjørdi, at Neistin ongantíð veruliga fekk fótin fyri seg, eftir at Kyndil hevði lagt seg væl á odda í byrjanini av dystinum. Hin stórspælarin hjá Kyndli var Ann Hansen, sum fleiri ferðir spaseraði gjøgnum Neistaverjuna og gjørdi tilsamans sjey mál. Broyttur taktikkur kostaði Neistin hevði broytt taktikk hesa ferð í mun til steypafinaluna vikuna frammanundan. Sunnudagin varð Lotte Sørensen mansvard so at siga frá byrjan til enda. Hon fekk heldur ikki meir enn tvey >>verulig<< mál hesaferð (umframt fýra brotskøst), men mansverjan elvdi til stór hol í verjuni, og tað gjørdi Kyndil og serliga Ann Hansen sær dælt av. Tá so kyndlaverjan var eins agressiv, og neistaverjan var í steypafinaluni, og tí kyndlaliðið var meira uppsett enn nakrantíð, var sigurin í veruleikanum grundlagdur, longu áðrenn dysturin byrjaði. Hjá Neistanum var Inga Danberg enn eina ferð besti spælarin, men hóast hon gjørdi sítt besta, kundi hon ikki einsamøll vinna dystin fyri Neistan. Mildrið Jacobsen kom væl við á vonginum í seinna hálvleiki, men restin av liðnum spældi væl undir miðal, fyri at siga tað pent. Kyndil fekk uppreisn fyri ósigurin í steypafinaluni, men tað er ivasamt, um Kyndil kann brúka sigurin til nakað annað enn tað. StÍF er nú fýra stig framman fyri bæði havnarliðini, og hóast tað framvegis eru fimm dystir eftir, bendir alt nú á, at meistaraheitið endar á Skála/Strondum fyri fyrstu ferð síðani 1993, tá Skála vann tað. Komandi sunnudag spæla StÍF og Neistin á Skála, og um StÍF vinnur tann dystin eisini, kunnu strandakvinnur fegnast um at hava vunnið FM-heitið. Neistin-Kyndil 19-25 (8-12) Neistin: Inga Danberg 9, Mildrið Jacobsen 6, Inga Dahl 1, Súna Mørk 1, Bjørg Patursson 1, Rúna Wardum 1. Kyndil: Ann Hansen 7, Lotte Sørensen 6, Rakul N. Joensen 3, Frida Johannesen 3, Jórun Ludvig 2, Jacklin Durhuus 1, Semona Fjallstein 1, Herborg Joensen 1, Jensia H. Petersen 1. Útvísingar: Neistin 3, Kyndil 2. Ábyrgdarleyst ikki at taka hædd fyri loysingini Ríkisfelagsskapurin I Meiriluti fyri loysing At Tjóðveldisflokkurin gongur inn fyri loysingini og ætlar at fremja hana skjótast gjørligt er onki nýtt. Nú hevur Landsfundur Fólkafloksins alment boðað frá, at Fólkaflokkurin eisini ætlar at fremja loysingina sum skjótast. At verandi og undanfarni formaður Javnaðarfloksins ganga nn fyri loysing kann ongin ivast í, sum hevur fylgt við í almenna politiska kjakinum seinastu árini. Tað verður sostatt eftir øllum at døma meiriluti í komandi løgtinginum at taka loysing frá restini av ríkinum. Eisini broytingar í Danmark Danskir politikarar hava altíð sagt, at ynskja vit føroyingar loysing, so fáa vit hana. Higartil hava danir tó staðiliga sagt frá, at teir ynskja at halda fram við ríkisfelagsskapinum. Tó má viðgangast, at har niðri eru eisini við at henda broytingar. Formaðurin í tingbólki danska Javnaðarfloksins, sum er størsti danski politiski flokkur, segði her fyri, at samstarvið við føroyingar er niðurslitið. Danski almenningurin hevur higartil eisini gingið inn fyri at varðveita ríkisfelagsskapin. Tori at siga, at danir gjøgnum tíðina ikki hava havt minni virðing fyri føroyingum enn fyri grønlendingum. Í dag ivist eg ikki í, at støðan er broytt. Ta seinastu tíðina hevur gingið skjótt niður á bakka. Sjónvarpssendingarnar við Kirsten Jacobsen, Óla Breckmann og fyrrverandi føroyskum løgmonnum v.fl. hava ikki bøtt um gongdina. Fíggjarkreppan Føroyska samfelagið hevur tey seinastu árini verið úti fyri einari fíggjarligari kreppu. Føroyar fóru á húsagang í 1992. Føroyar vóru insolentar longu í 1989, tá nettouttanlandsskuldin var í hæddini, umleið 9 milliardir kr. Men >>respiratorin<< varð hildin heitur til 1992, tá danir sløktu. Samstundis átóku teir sær føroysku uttanlandsskuldina uppá einar 7 milliardir. Eitt av úrslitunum av húsaganginum varð, at munandi partur av okkara medborgarum flutti av landinum, teir flestu til Danmarkar at búgva og virka. At ganga inn fyri loysing frá restini av ríkinum er ein mannarættur føroyinga. Men tað er ábyrgdarleyst, serliga av okkara leiðandi politikarum, ikki at taka hædd fyri teimum avleiðingum, sum loysingin førir við sær. At loysingin fær avleiðingar fyri allar føroyingar og fyri øll okkara samfelagsøkir, hevur ongin loyvi til at ivast í. Tað fer at merkjast í hvørjum króki í Føroyum. Ein frágreiðing uppá 2 til 3 túsund blaðsíður vísir týðuliga, at politiska leiðslan í Føroyum ikki var greið yvir, at vandi var á ferð, og at sama leiðsla var fullkomuliga ráðaleys, tá skrædlið kom í 1992/93. Uppgáva Sambandsfloksins Sambandsflokkurin er førur fyri at dokumenterað, at hesin síðan 1975 aftur og aftur hevur ávarað politisku mótstøðumenn sínar um, at rikni yvirtøku- og loysingarpolitikkurin fór at enda við fíggjarligum húsagangi. Í dag er óneyðugt við tílíkum ávaringum. Húsagangurin er staðfestur. Í dag eigur Sambandsflokkurin at gera landsmenn okkara varugar við, at tað er ábyrgdarleyst av einum og hvørjum føroyingi, ikki at taka hædd fyri, at vit kunnu vænta dyggan meiriluta á løgtingi fyri loysing aftan á komandi løgtingsval. Hetta eru somu flokkar, sum ikki vóru førir fyri at síggja vandamálini, og sum fullkomuliga mistu tamarhaldið í 1992/93. Vandamálini og fíggjarligi >>turbolensurin<< av húsaganginum í 1992 eru smámál, samanborin við avleiðingarnar av loysingini frá restini av ríkinum, men tað skal eg koma aftur til. Pauli Ellefsen Mótmæli í sambandi við avtøku av íløgustuðlinum til lemmatrolarar Undirritaðu feløg mótmæla, at íløgustuðulin til lemmatrolarar verður avtikin 1. mars 1998. Vit mótmæla at íløgustuðulin verður avtikin júst nú. Skipaeigarar hava ferð eftir ferð víst á, at skipini ikki fara at bera seg og tí møguliga verða seld, um ikki ein lagaligari skipan viðvíkjandi íløgustuðlinum verður vald í staðin. Út frá teimum upplýsingum vit hava, fer hetta at hava vanlukkuligar avleiðingar fyri Vestmanna bygd, tá skip okkara verða so illa fyri, at tey fara av knóranum, og møguliga verða seld av bygdini. Heitt verður tí á landsstýrismannin um at fáa í lag eina skipan, sum skipaeigararnir hava skotið upp m.a. í bløðunum, nevniliga eina skipan, har stuðulin minkar so líðandi í einum 3 til 5 ára skeiði. Vinarliga Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag, Miðflokkurin og Norðstreymoyar Sjálvstýrisfelag Tjóðskaparligt samstarv - ein dag? Í 1906 klovnaði tjóðskaparrørslan í samband og sjálvstýri. Síðani tá er sera nógv hent, sjálvstýrisvongurin gongur nú í nógvum bólkum. Og tað tænir mótpartinum. Tekur øll sjálvstýrisrørslan einaferð eitt rimmar tak í felag, so munar. Ein góð roynd kann vera, at stilla upp í felag - á einum lista 11. mars. Tí sambært veljarakanningini herfyri, so hevur sjálvstýrisvongurin eini góð 60 prosent av veljarunum í sínum part. Og tað er ríkiligt til at fáa bæði umboðini vald 11. mars í 1998. Tað hevði skapt djúpa virðing fyri tjóðskaparrørsluni, og kanska givið fólki eina vón um bjartari framtíð. Hanus Pólsson Vang Føroya Brunatrygging - hvar er 50% príslækkingin? Tað sær út sum, at Føroya Brunatrygging má fara 18 ár aftur í tíðina fyri at finna príslækkingina, sum teir lýsa við í bløðunum. At upplýsa um, hvat tað er fyri ein príslækking skuldi væl ikki verið so torført. Men hvat, tryggingin er nú ikki kend fyri at vera serliga góð til at greiða kundunum frá, um sítt virksemi. Føroya Brunatrygging hevur ikki monopol meira, tíbetur, og nú teir fáa kapping frá P/f Trygd, fara teir út og lýsa við príslækkingum. Ein spurningur sum kundin hjá Føroya Brunatrygging kann seta er, hví hava teir ikki lækkað prísin fyrr? Kundin má hava goldið ov nógv higartil, tá í Føroya Brunatrygging hevur ráð til at lækka tryggingarnar nú P/f Trygd er komið. Hvar er vinningurin av hesum yvirprísi farin? 1. januar 1993, álegði Føroya Brunatrygging øllum tryggingartakarum kr. 3.000,- í sjálvsábyrgd fyri stormskaða og nú í 1998 koma teir so galantir og siga at sjálvsábyrgdin er lækkað heilt niður í kr. 1.000,- Hvat við at taka sjálvsábyrgdina heilt burtur? 1. apríl 1993 hækkaði Føroya Brunatrygging tryggingargjøldini fyri stormskaða heili 67%, og hendan hækking stendur við enn. Tryggingargjaldið móti eldi í einum neysti er heili 225%, (jú tað passar), hægri enn í einum sethúsum, sjálvt um brunaumsjón landsins metur, at vandin fyri eldi í einum neysti er minni enn í einum sethúsum. At gjaldið er hægri, tá vandin er minni er ringt at skilja. Tað er komið krav um at allir skorsteinar skulu reinskast, og harvið skuldi vandin fyri eldi verið munandi minni, hevur Føroya Brunatrygging lækkað tryggingargjøldini síðani hesi krøv eru komin? Finnleif Guttesen Tvøroyri Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Staturin eigur málið ­ Tað er mín vón, at uppleggið frá landsstýrinum kemur við upplegginum heilt skjótt. Vit kunnu ikki loyva okkum at bøla yvir málinum. Tað gagnar ikki okkum, sigur tingmaðurin Dagny Joensen Bjørn á Heygum er talsmaður fyri tingbólkin, sum skal samstarva við landsstýrinum í bankamálinum. Hann heldur, at danir fáa ta fatan, at føroyingar einki leggja í bankamálið, tá so long tíð gongur, áðrenn svarið kemur úr Føroyum. ­ Eg haldi, at vit skulu gera vart við okkum sum skjótast. Tað tænir ikki málinum, at vit drála, og eg noyðist eisini at seta spurnartekin við, hvørjum hetta tænir, sigur Bjørn á Heygum. Hann heldur, at danir fata hetta sum líkasæla frá føroyskari síðu. Bjørn á Heygum heldur ikki, at danska valið yvirhøvur hevur nakran týdning fyri málið. Tað er danski staturin, sum vit skulu venda okkum til, og sum eigur málið. Innihaldið í málinum er tað sama - óansæð hvør situr við valdið í Danmark. ­Vit standa eisini veikari sum samráðingarpartur, um vit ikki gera nakað nú, sigur Bjørn á Heygum, sum væntar sær útspæl frá løgmanni, partamanni sínum í Tinganesi, heilt skjótt. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Nógvir leikir eru í longum talvi ­ Umstøðurnar viðvíkjandi bankamálinum broytast alla tíðina. Tað, at Nyrup Rasmussen útskrivaði val, gera fyritreytir okkara torførari enn framman undan. Tí er ikki rætt at koma við einum uppleggi júst nú, sigur Eilif Samuelsen Tað eru umboð í tinginum, sum ótolnast, at einki frættist aftur úr Landsstýrinum um arbeiðið at gera eitt upplegg til donsku stjórnina um bankamálið. Tingbólkurin, sum er settur at arbeiða við málinum, hevur bert havt okkurt prát um tilfarið, sum kom úr Landsstýrinum í farnu viku. Tilfarið er serfrøðiligar niðurstøður til ymisk mál í sambandi við bankakanningina, men í hesum er einki samlað upplegg frá Landsstýrinum, sum tingið kann taka støðu til. Ivasamt hvat Landsstýrið vil Tingmenn sóknast eftir, hvat Landsstýrið vil gera við málið, hvørjum uppleggið skal venda sær til, og hvørjar treytirnar annars skulu vera. Tað heldur Eilif Samuelsen ikki vera óvanligt. Um orsøkina til, at so litið lekur út, sigur landsstýrismaðurin, at tað alla tíðina verður arbeitt við málinum, sum eisini broytist so hvørt sum viðurskiftini broytast. Tað, at Nyrup Rasmussen útskirvaði val, er ein broyting. Onnur er at Den Danske Bank ikki vil góðtaka at leingja fyrningarfreistina. ­ Vit arbeiða alla tíðina við málinum, og serfrøðingarbólkurin er við, eins og umboð fyri flokkarnar í tinginum, sigur Eilif Samuelsen. Allir partar møguleika at ávirka málið Landsstýrismaðurin sigur, at tingbólkurin higartil hevur fingið tilmælini frá serfrøðingarbólkinum. Hetta er liður í royndini at kunna tingið um málið. Hóast einki upplegg er gjørt, so hava allir partar møguleika at ávirka endaliga uppleggið. Øll kunnu siga sínar hugsan, sigur hann. Tað er eisini ein spurningur, hvussu skjótt málið skal avgreiðast, sigur Eilif Samuelsen. ­ Er tað ikki ein vansi, at einki hendir, og at Den Danske Bank fekk høvi at nokta at leingja fyrningarfreistina? ­ Tað nervar ikki málið. Nú kenna vit teirra støðu, sigur Eilif Samuelsen. Hevur tað als onga ávirkan á endaliga uppleggið? ­Jú, sjálvandi. Nú mugu vit umhugsa næsta leikin øðrvísi - enn um teir játtaðu. Einki er givið framman undan, og tí mugu vit spæla okkara kort so væl sum møguligt, sigur landsstýrismaðurin. ­ Metir Landsstýrið Den Danske Bank sum ein trupulleika hjá føroyingum, ella donsku stjórnini? ­ Tað er greitt, at danska stjórnin eigur handa trupulleikan. Her kunnu fleiri møguleikar koma uppá tal. Ein er at stevna, annar er samráðingarloysnin. Allir møguleikar standa opnir. Ikki kenslur og stemningar ­Vit hava bert eitt at halda okkum til, og tað er dagfestingin 22. mars. ­ Eru tit ikki ov seinir á sjóvarfallinum? ­ Nei, hetta er ikki álvarsligt mál, sum ikki skal berast fram av kenslum og stemmningum. Bert sannroyndir skulu liggja til grund fyri tí,sum vit vilja gera. Alt kann broytast áðrenn uppleggið kemur ­ Hví er so einki samlað upplegg komið frá Landsstýrinum, sum tingbólkurin kann arbeiða víðari við? Tað er ikki rætt, um vit leggja okkum fast í einum uppleggi, so sum viðurskiftini eru júst nú. ­ Tá vit eru komin á mál, so verður skjótt borið at. Tíðin er bert ikk til tað, júst nú, sigur Eilif Samuelsen, sum eisini váttar, at tað er sjálvsagt, at føroyingar koma til eitt endaligt útspæl, hvørt tað skal leggja upp til samráðingarloysn ella sakarmál. Fyri at taka samanum, so hevur serfrøðingarbólkurin tikið fram tey mest týðandi málini í bankakanningini, og hevur gjørt niðurstøður, sum eru av týdningi fyri Føroyar. Hetta skal geva betri grundarlag at arbeiða ut frá. ­ Vil tað siga, at Landsstýrið ikki kemur við einum uppskoti til tingið? ­ Tað verður ið hvussu so er ikki júst nú, men møguliga seinni, sigur Eilif Samuelsen. Hann heldur at samráðingarloysnin enn er ein møguleiki. Tað, at Nyrup Rasmussen boðaði frá hesum, aðrenn valið varð útskrivað, stendur væl saktans við, sigur Eilif Samuelsen. Onnur stjórn - onnur støða ­ Um ein onnur stjórn kemur til í Danmark, Hvussu er støðan hjá føroyingum tá? ­ So hava vit eina nýggja støðu. Hertil kemur, at um vit tá høvdu lagt okkum fast á eina endaliga loysn nú, so hevði hon ikki verið nýtilig, sum grundarlag. Eilif Samuelsen vil ikki siga, um als einki hendir áðrenn 11. mars, men bert, at arbeitt verður við málinum. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Sum snarljós frá klárum himli Hatta kom púra óvart á øll her í Fólkatinginum, men eg haldi at tey eru glað at fólkatingsval nú endiliga er útskrivað, segði Jóhannes Martin Olsen, fólkatingsmaður, eftir at forsætisráðharrin hevði útskrivað fólkatingsval hósdagin Sum kunnugt skrivaði Poul Nyrup Rasmussen út fólkatingsval seinasta hósdag. Vit fingu eitt prát við Jóhannes Martin Olsen seinnapartin hósdagin, men greinin kom ikki við vegna plásstrot. Kom valið óvart á teg? - Ja, hatta kom púra óvart á allar fólkatingslimirnar, sigur Jóhannes Martin Olsen, í stuttari viðmerking, til at Poul Nyrup Rasmussen útskrivaði fólkatingsval. Samstundis heldur Jóhannes Martin Olsen tó, at fólkatingslimirnir eru glaðir fyri, at vali er útskrivað. - Tað hevur ligið í luftini síðani einaferð tíðliga í heyst, at val skuldi útskrivast, men tað er bara ongantíð komi so langt. Hvussu verður so við bankamálinum og fyrningarfreistini sum er 22. mars? - Eg rokni ikki við, at tað fær nakrar avleiðingar í so máta. Valið og fyrningarfreistin fella saman, men eg rokni við, at okkurt verður gjørt politiskt fyri at leingja fyrningarfreistina. Er tað møguligt? - Í politikki er alt møguligt, so tað vænti eg kemur upp á pláss. Verður annars tosað nógv um bankamálið í Fólkatinginum í løtuni? - Nei, tað verður ikki nevnt við einum orðið. Tað er pressan sum setir dagsordanin í kjakinum, og tá teir onki gera við málið í løtuni, so verður onki tosað um tað her inni heldur. Arbeiðsmarknaðurin og fólkaatkvøðan Av teirri orsøk heldur Jóhannes Martin Olsen ikki, at bankamálið er orsøk til at Poul Nyrup Rasmussen hevur útskrivað val júst nú. Hinvegin heldur Jóannes Martin Olsen, at orsøkirnar skulu finnast í ymiskum øðrum politiskum málum, sum hava størri innanríkis og uttanríkis týdning fyri Danmark. - Samráðingarnar um eina stóra umhvørvisætlan eru júst endaðar, og tað úrslitið er stjórnini til fyrimuns. - Eg rokni við, at tað er ein av orsøkunum til at vali kemur nú. Nú fáa teir fyrimun av tí málinum. Danska stjórnin hevur eisini tikið undir við ætlanum hjá amerikanska forsetanum, Bill Clinton, um tiltøk mótvegis Irak og eisini tað spælir inn, sigur Jóhannes Martin Olsen. Lønarsamráðingarnar á danska arbeiðsmarknaðinum eru byrjaðar og, eftir tí Jóhannes Martin Olsen hevur skilt, standa tær í botni. - Tað er væl møguligt at tað er taktikkur, men eftir tí eg havi skilt, so varð lagt upp til verkfall, júst um tað mundið tá valið nú verður. - Semingsstovnurin kann útseta eitt verkfall í 14 dagar, men eg rokni við at danska stjórnin við hesum ætlar at minna arbeiðandi fjøldina á, hvat tað er hon hevur at velja ímillum. - Eina arbeiðaravinarliga javnaðarstjórn ella eina borgarliga stjórn, sigur hann. Fólkaatkvøðan um Amsterdam-sáttmálan er, sambært Jóhannes Martin Olsen, ikki nevnd við einum orðið enn, men tað er jú eisini so stutt fráliðið enn. Uffe Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, hevur alment sagt, at hann fegin vildi hava fólkaatkvøðuna um Amsterdam-sáttmálan áðrenn eitt val tí hann metti, at Poul Nyrup Rasmussen hevði lættari við, at fáa javnaðarveljararnar at atkvøða fyri Amsterdam-sáttmálanum. Men tað var nokk ikki á henda hátt hann vildi hava tað. Nú er vandi fyri, at stjórnin fær bæði í posa og í sekk. Fíggjarpolitikkurin skal skerpast Afturat øllum hesum kemur, at danskir búskaparfrøðingar hava talað at búskaparligu gongdini í Danmark í løtuni. - Tað er bara Knud Sørensen, stjóri í Den Danske Bank, sum hevur róst stjórnini., sigur Jóhannes Martin Olsen - Hann var nøgdur við búskaparligu gongdina og við fíggjarliga politikkin hjá stjórnini. Tað, búskaparfrøðingarnir hava ávarað ímóti er, at danski búskapurin er í vanda fyri at gerast ov heitur. - Tað gongur ov skjótt í løtuni og gjaldsjavnin hevur verið negativur í seinastuni. Tað hóvar ikki búskaparfrøðingunum. - Teir halda at tað er neyðugt við fíggjarligum tiltøkum rættuliga skjótt og eg meti, at tað er ein av høvuðsorsøkunum til at valið verður útskrivað nú. Jóhannes Martin Olsen væntar tí, at stjórnin velur at bíða við at seta fíggjarlig tiltøk í verk, til eftir valið. - Tá eru jú fýra ár til næsta val, og eftir fýra árum hava veljararnir gloymt alt um fíggjarlig tiltøk, sigur hann. Framgongd í veljarakanningum Tað er onki at ivast í, at veljarakanningarnar eisini hava spælt við í avgerðini um nær valið skuldi útskrivast. Tað er sjálvandi óvissa í veljarakanningum í Danmark eins og allar aðra staðni, men tað er í øllum førum greitt, at danski javnaðarflokkurin er munandi betri fyri til eitt val nú, enn hann var fyri bara 8-9 mánaðum siðani. Tá søgdu allar veljarakanningar, at javnaðarflokkurin fór at missa millum 5 og 6 prosent av atkvøðunum, og at vinstriflokkurin fór at gerast størsti flokkur í Danmark, við meiri enn 30% av atkvøðunum. Síðani tá er tað broytt aftur, og nú tykist myndin aftur líkjast teirri gomlu, har javnaðarflokkurin er størsti flokkur. Jóhannes Martin Olsen ivast heldur ikki í, at hetta vigar tungt í avgerðini hjá Poul Nyrup Rasmussen. - Tað sigur seg sjálvt at hann hyggur eftir veljarakanningunum. Ætlar tú at stilla upp aftur? - Tað veit eg ikki enn. Nú skal fyrst heim til Føroya at tosa við við fólk um tað. Tí finna vit skjótt út av. Síðani vit gjørdu samrøðuna, er komi fram, at Jóhannes Martin Olsen hevur tikið avgerð um at stilla upp aftur. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fólkaflokkurin: Anfinn Kallsberg løgmaður Fólkaflokkurin hevur kosið sær Anfinn Kallsberg sum løgmansvalevni, fær flokkurin leiðsluna í nýggja landsstýrinum eftir valið Eirikur Lindenskov - Nú tann politiska skipanin leggur upp til, at flokkarnir gera almenninginum vart við hóskandi løgmansevni, hevur Fólkaflokkurin gjørt av at vísa á Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharra, sum boð floksins til komandi løgmann, um Fólkaflokkurin eftir løgtingsvalið í vár kemur í samráðingarstøðu og verður við í eini komandi samgongu á løgtingi. Hesini boðini koma frá formanni Fólkafloksins, Óla Breckmann. Sambært nýggju stýrisskipanini verður farið øðrvísi fram við samráðingunum, tá ið løgtingsvalið er av. Eins og vit kenna tað úr Danmark verður eitt sonevnt formansumfar, tá valúrslitið er greitt, og fara flokkarnir táat peika tann floksleiðaran, teir halda skal verða løgmaður. Sum kunnugt er Óli Breckmann formaður Fólkafloksins á tingi, men tað verður ikki hann, sum verður løgmaður, um hetta verður litið Fólkaflokkinum í hendi. Sambært veljarakanningunum eru tað fýra flokkar, sum kunnu koma í ta støðu at fáa løgmann: Tjóðveldisflokkurin, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin. Niðurstøðan kann tí verða, at komandi løgmaður fer at verða Heini O. Heinesen, Edmund Joensen, Anfinn Kallsberg ella Jóannes Eidesgaard Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Persónligu atkvøðurnar Tey 30, ið fingu flestar atkvøður við seinasta fólkatingsval 21. september 1994 (áðrenn fínteljingina) Óli Breckmann (Fólkafl)2926 Øssur Winthereig (VMF)1539 Marita Petersen(Javn.fl.) 1392 Atli P. Dam(Javn.fl.) 1358 Zacharias Wang(uttanfl) 1110 Óli Jacobsen(VMF) 1039 Heini O. Heinesen(Samb) 672 Edmund Joensen(Samb) 662 Johs. M. Olsen(Samb) 622 Pauli Ellefsen(Samb) 487 Ingeborg Vinther(VMF) 347 Bjørn á Heygum(Samb) 337 Anfinn Kallsberg(Fólkafl) 324 Finnbogi Ísakson(Tjóðv) 324 Jóannes Eidesgaard(Javn.fl.) 257 Helena D.Neystabø(Sjálv) 212 Jógvan I. Olsen(Samb) 191 Jógvan Sundstein(Fólkfl) 167 Jákup Mikkelsen(Fólkfl) 164 Vilhelm Johannesen(Javn.fl.) 162 Poul M. Rasmussen(Samb) 155 Finnbogi Arge(Samb) 148 Anita á Fríðriksmørk(Tjóðv.)138 Lasse Klein(KrF) 138 Atli Hansen(Samb) 130 Jákup Lindenskov(Javn.fl.) 119 Kaj Leo Johannesen (Samb)115 Hergeir Nielsen(Tjóð.fl) 111 Tummas Arabo(Javn.fl.) 96 Jógvan Durhuus (Tjóðv.fl)93 Borgar fyri skilagóðum loysnum Næstu árini, tá ríkisrættarliga støðan verður viðgjørd millum danskar og føroyskar politikarar, borgar eitt javnaðarumboð á fólka-tingi fyri skilagóðum loysnum fyri Føroyar og føroyingar. Teir víðgongdu í spurninginum um okkara ríkisrættarligu støðu duga onga skilagóða loysn at finna Seinasta hósdag varð fólkatingsval útskrivað. Javnaðarflokkurin, sum hevur stillað upp til øll fólkatingsvalini síðani vit fingu heimastýrislógina 1. apríl 1948, stillar sjálvandi upp til hetta fólkatingsvalið eisini. Men í skrivandi løtu vita vit ikki, hvussu mong og hvørji valevni, javnaðarflokkurin fer at bjóða fram. Millum hinar flokkarnar, sum stilla upp til valið 11. mars, finna vit fólkaflokkin. Nú verandi fólkatingsmaður floksins kom fyrstu ferð á fólkating við gyltum lyftum um, at hann skuldi ikki leggja seg út í danskan politikk. Men onki annað føroyskt fólkatingsumboð hevur nakrantíð lagt seg út í donsk innanríkis viðurskifti sum júst Óli Breckmann. Umframt hetta, hevur hann í stóran mun við røðum sínum øst danskar politikarar og danska almenningin upp ímóti føroyingum. Hetta er helst høvuðsorsøin til tann harðrenda danska politikkin mótvegis føroyingum seinastu árini. Vit vita eisini, at teir báðir víðgongdu flokkarnir í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna, nevniliga sambandsflokkurin og tjóðveldisflokkurin, fara at bjóða seg fram til valið. Sambandsflokkurin vil onga broyting hava í ríkisrættarligu støðuni. Tí er ongin dugur í einum sambandsumboði á fólkatingi. Tjóðveldisflokkurin vil kvetta á stokkinum og stovna Tjóðveldið Føroyar beinanvegin. Men tað verður ikki gjørt við einum tjóðveldisumboði á danatingi. Her krevst, at ein meiriluti av føroysku veljarunum tekur undir við, at vit loysa frá Danmark. Eitt føroyskt fólkatingsumboð tey næstu árni má hava sum aðalendamál at ávirka danskar politikarar úr øllum flokkum, við tí fyri eyga at fáa teir at taka undir við eini nýtiligari og skilagóðari loysn í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna í framtíðini. Verandi heimastýrislóg er ikki nøkur nýtilig loysn longur. Loysing og føroyskt fullveldi er ikki nøkur skilagóð loysn. Tí fáa vit ikki góð og nýtilig fólkatingsumboð burtur úr teimum báðum víðgongdu flokkunum í hesum spurningi. Aðrir flokkar, sum stilla upp til valið, hava ongan møguleika at fáa umboð. Eftir stendur javnaðarflokkurin, sum í ríkisrættarliga høpinum er at meta sum ein miðflokkur. Vit vilja hava broyting í ríkisrættarligu støðuni. Men vit vilja ikki hava loysing. Tann dag ein meiriluti av føroyingum velur loysing er støðan ein onnur. Tað nyttar onki framhaldandi at tosa um, hvat ein meiriluti møguliga helt í 1946. Tað er óaktuelt. Spurningurin er, hvat meirilutin av teimum, sum nú liva, heldur um ríkisrættar-ligu støðuna. Skulu vit framvegis binda føroyingar til tað, sum ein møguligur meiriluti helt í 1946, kunnu vit eins væl spyrja hvat ein meiriluti helt fyri 100 ella 200 árum síðani. Ella á døgum Sigmundar fyri umleið 1000 árum síðani. Í spentu støðuni, sum valdaði millum ríkispartarnar bardagaárini og árini eftir bardagalok, var javnaðarflokkurin, saman við sjálvstýrisflokkinum, eisini miðflokkurin. Báðumegin við høvdu vit sambandsflokkin og fólkaflokkin. Øðrumegin sambandsflokkin, ið onga broyting vildi hava, og hinumegin fólkaflokkin, sum vildi hava loysing og fullveldi beinanvegin. Miðlinjan hjá javnaðarflokkinum vann. Vit fingu heimastýrislógina. Og hon royndist væl í nógv ár. Langt upp í áttatiárini. Men nú er tíðin farin frá heimastýrislógini og vit eiga at finna eina nýggja skipan ístaðin. Hvørki heimastýrislógin, ið sambandsflokkurin, sum upprunaliga var ímóti henni, nú tvíheldur um, ella loysingin hjá tjóðveldisflokkinum, eru nýtligt fyri núlivandi og næstu ættarliðini av føroyingum. Vit eiga at smíða eina sjálvstýrislóg, har dentur verður lagdur á, at ríkisfelagsskapurin verður varðveittur og at vælferðin hjá føroyingum verður varðveitt. Hetta er eitt krevjandi arbeiði. Men javnaðarflokkurin vil átaka sær hetta arbeiði, saman við øðrum flokkum, bæði á Føroya Løgtingi og í danska fólkatinginum. Eitt javnaðarumboð á fólkatingi borgar fyri eini nýtiligari og skilagóðari loysn í spurningum um ríkisrættarligu støðuna í framtíðini. Tí fara vit manssterk á val mikudagin 11. mars og greiða atkvøðu fyri javnaðarlistanum ella enum av valevnunum á lista javnaðarfloksins. Gott val! Tann 23. febr. 1998 Vilhelm Johannesen Íløgustuðulin Nú dagurin nærkast, har íløgustuðulin til feskfiskaflotan fellur burtur, er orðaskifti um hetta evni av álvara kyknað upp aftur. Mikudagin 18. febr. 98 vóru umboð fyri alla fiskivinnuna o.fl. bodnir til fundar í landsstýrinum, at fáa eina frágreiðing frá Fiskimálastýrinum um, hvørjar politisku og umsitingarligu ætlaninar vóru fyri framtíðar stuðulsskipanir og aðrar broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Í oddagrein í Sosialinum fríggjadagin 20. febr. 98 verður mælt til, at verandi íløgustuðulsskipan verður niðurtrappað yvir eitt áramál. Í sama blað verður formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen endurgivin fyri at siga, at øll umboðini á fundinum við Fiskimálastýrið settu seg ímóti ætlanini um at niðurleggja íløgustuðulsskipanina. Hetta er ikki rætt. Sum umboð fyri Felagið Rækjuskip, bleiv ongantíð sagt um vit vóru fyri ella ímóti ætlan landsstýrisins. Tí skal verða gjørt vart við her, at Felagið Rækjuskip hevur als ikki viðgjørt og tikið støðu í hesum málið, av tí einføldu orsøk, at rækjuskipini ongantíð hava fingið játtaðan nakran rakstrarstuðul. Fyri rækjuflotan er hetta sostatt eitt óviðkomandi mál. Felagið Rækjuskip hevur áhaldandi gjørt bæði landsstýri og løgting varugt við teir ovurhonds stóru fíggjarligu trupulleikar sum rækjuflotin hevur, og at rækjuflotin er í eini serstøðu tá talan er um at skapa virðisøking fyri føroyska búskapin, av tí at mest sum øll rækjuveiða er í altjóða sjógvi, har onki verður latið fyri hesi rættindi. Hetta skal samanberast við tær kvotur sum aðrir skipabólkar - herundir heimaflotin - fær lut í, ígjøgnum millumlanda fiskiveiðuavtalur, har Føroyar lata líka stór virðir afturfyri tað sum fæst - t.v.s. í veruleikanum ein >>null loysn<<. Hetta skal ikki skiljast sum at hetta er skeivt á nakran hátt - tað er bert ein konstatering. Persónliga skilji eg væl teir grundleggjandi tankar sum liggja aftanfyri ætlan landsstýrisins um, at vinnan skal klára seg uttan rakstrarstuðul. Eisini kann eg taka undir við ætlanini um, at stuðul framyvir skal latast partvíst til endurnýggjan av flotanum partvíst til umbygging og effektivisering av verandi flota. Givið er, at føroyska fiskivinna stendur fyri stórum broytingum komandi árini. Ávirkanin av eini komandi oljuvinnu á føroyskum øki kemur at verða stór á ávísum leiðum. Eisini er tað hugvekjandi, at tann fiskur vit í fleiri ár ikki hava brúkt sjálvir, men latið øðrum londum afturfyri kvotur í teirra sjógvi - t.d. svartkjaftur og makrelur - nú eru á veg at fáa eitt munandi búskaparligt virði. Fara føroyingar sjálvir at gagnnýta hesar møguleikar, so vil tað sjálvandi fáa ávirkan á kvotuavtalurnar við onnur lond. Sum eg gjørdi vart við á fundinum við Fiskimálastýrið, so haldi eg tað vera spell, um ein komandi lóg um stuðul til menning av fiskiflotanum bert fevnir um feskfiskaflotan og ikki t.d. fjarfiskiflotan eisini. Eg vildi mett tað skialgott, um landsstýrið stuðlaði og eggjaði føroyskari fiskivinnu til at gagnnýta veiðumøguleikar í altjóða sjógvi nógv meira enn í dag, soleiðis at vit eisini fáa okkara part burturav, tá kvotur fyrr ella seinni verða ásettar fyri altjóða sjógv eisini. Mítt timæli til bæði landsstýri og løgting skal tí verða, at skipað verður fyri einum breiðum orðaskifti um bæði verandi og komandi stuðulsskipanir til fiskivinnuna, og hvussu fyritreytir kunnu skapast fyri, at føroysk fiskivinna kemur víðari enn í dag. Fyri nøkrum árum síðani var skipað fyri einum almennum fiskivinnudegi. Mælt verður til, at skipan verður fyri einum líknandi tiltaki skjótast til ber, við luttøku av øllum politiskum flokkum, vinnuni, fíggingarstovnum og øðrum áhugabólkum, soleiðis at alt orðaskifti um stuðul kann koma á rætta kós aftur. Tað nyttar onki hjá vinnuni at verða stirvin, líka so lítið sum at politikkarar tosa um teoriir og siterað Nobelprísvinnarar. Vit hava ein føroyskan veruleika at halda okkum til, og endamálið hjá øllum pørtum eigur at verða, at finna fram til tað sum er samfelagsliga mest gagnligt. Tað kann tá vísa seg, at stuðul í vissum førum er ein samfelagsgagnlig íløga. Jákup Egholm Hansen John í Skemmuni Hví tvær bíbliutýðingar? Kjak hevur verið í bløðunum um bíbliutýðingarnar hjá Victor Danielsen og Jákupi Dahl Orsøkin er spurningur í sendingini >>Víða um<< í Útvarpi Føroya um hvussu tað ber til, at vit hava tvær týðingar av bíbliuni. Hans J. Joensen, biskupur svaraði hesum spurningi. Jógvan á Lakjuni hevur síðan gjørt viðmerkingar til svar hansara. Síðan hevur Hans J. Joensen svarað aftur. Nær høvdu vit fingið eina bíbliu, um Victor ikki fór at umseta? Hans J. Joensen heldur, at >>man við einum vissum rætti kann spyrja, hví Victor fór at týða, tá hann visti, at J. Dahl týddi<< . Rætturin var nokk ikki so ógrundaður, tí sum øll vita, ið kenna eitt sindur til tíðina tá, so var jú danskt kirkjumál og skúlamál, so føroyskt hevði vánalig líkindi, og ikki vóru so góð útlit fyri, at vit fóru at fáa eina bíbliu í bræði, hóast partar av henni vóru umsettir frammanundan. Hesar umstøður - at so lítið røktist fyri einari bíbliu á føroyskum - vóru óivað høvðusorsøkin til, at Victor fór til verka. Úrslitið bleiv, sum øllum kunnugt, at bíblian hjá Victor kom út í 1949, og skundaði hendan umseting óivað undir, at hin umsetingin, tann hjá J. Dahl, kom út í 1961, sum Jógvan á Lakjuni vísir á í grein sínari. - Sostatt fingu vit tvær umsetingar. Málbúnin Tá nú Victor var farin at umseta, ynskti hann at geva okkum eina bíbliu á einum máli, ið lá so nær talu og skriftmálinum sum gjørligt. Hann hevur nokk ikki mett, at tað, ið Dahl hevði umsett, uppfylti hesi ynski hansara. Hesa áskoðan um málið í J. Dahls umseting tykist Hans. J. Joensen eisini at hava, tá hann í >>Víða um<< sigur, at: >>man eigur kanska at ganga eitt sindur nærri tí talaða málinum í dag, enn hvat man gjørdi tá<< . Tó vita vit, at Victor hevði stóra virðing fyri J. Dahl - hansara týðing av parti av bíbliuni og tí dygdargóða arbeiði, ið hann legði úr hondum. Hevur umseting Victors ein góðan málbúna? Tá umseting Victor Danielsens kom út í 1949, megnaði hann at geva okkum eina bíbliu á einum so góðum føroyskum máli, at hon liggur ájavnt við skriftmál okkara í dag. Eg haldi eisini, at vit kunnu siga, at Victor megnaði fyri 50 árum síðan tað, ið fleiri aðrar tjóðir ikki hava megnað fyrr enn fyri 10-20 árum síðan - at geva fólki sínum eina so livandi umseting - og so málsliga framskygda, at hon enn í dag uppfyllir tey krøv, ið vanligi lesarin setur. Eisini eydnaðist tað honum at fáa hana at liggja so nær upprunaligu handritunum, at hon er ring at kritisera. Vit kunnu leggja afturat, at umseting Victors Danielsens, sum bleiv ein fólkaogn, hevur havt eina ómetaliga góða málsliga ávirkan á føroyskt talumál. Hevur Victor einki rós uppiborið? Eg má siga, at tað undraði meg, tá Hans J. Joensen umtalaði Victor - at hann ikki rósti hesum manni, ið fyri 50 árum síðani megnaði at geva okkum bíbliuna í einum so frálíkum málbúna. - Í staðin sigur hann, at >>man við einum vissum rætti kann spyrja: Hví fór Victor undir at týða, tá ið hann visti, at Jákup Dahl týddi<>Víða um<< rætt, at tað er eitt sindur ørkymlandi við tveimum týðingum. Hví tað? Eisini nevnir Hans J. Joensen, at hann hevði hildið tað verið ein fyrimun bert at hava eina umseting. Hvar liggur hesin fyrimunur? Mugu vit ikki heldur siga, at vit eru ríkari við tveimum, enn einari. Tað eru mong sum halda tað! Tað er eisini áhugavert, tá lisið verður í aðrari umsetingini, at kaga í hina fyri at vita, hvussu hin umsetur. Hetta geri m.a. eg og fleiri við mær. Annars er tað vanligt mangastaðni í dag í útlondum, at ymiskar týðingar verða nýttar í somu samkomu. Hvør er trupulleikin? Tá Hans J. Joensen við áðurnevdu grundgevingum sínum leggur upp til, at vit eiga í felag at fara at umseta eina bíbliu, ið øll kunnu nýta - man so ikki heldur høvuðsorsøkin til hetta ynski hansara vera málbúnin í umseting J. Dahls? Er tað ikki júst hetta, ið hann meinar við, tá hann sum fyrr nevnt sigur, at >>man eigur kanska at ganga eitt sindur nærri tí talaða málinum í dag, enn hvat man gjørdi tá<<. Hinvegin, so skilji eg ikki, hví hann vil hava m.a. okkum í brøðrasamkomuni við. Skulu vit fara at umseta av nýggjum, tá vit frammanundan hava eina tíðarhóskandi umseting við einum frálíkum málbúna? Er hetta ikki heilt burturvið? Føroyingar - eitt ríkt fólk. Tá vit hugsa um, hvussu fámentir vit føroyingar eru, so mugu vit sanna, at vit eru eitt ríkt fólk bókmentaliga sæð. Saman við allari tí ørgrynnu av bókum á føroyskum máli, eiga vit eisini tvær umsetingar av bíbliuni. - Er hetta ikki ein stórur fyrimunur, ið vit eiga at fegnast um! Eg og mong í samkomum okkara hava stóra virðing fyri umseting J. Dahls - og fyri teimum, ið brúka hana. Latið okkum øll - hvørja umseting vit so velja at brúka - leggja okkum eftir at kenna Orð Guds og í einum dagligum lívi lata hetta Orð sermerkja okkum. Kandidatar Nógv bendir á at Zakaris Wang tekur atkvøður frá Tjóðveldisflokkinum til fólkatingsvalið Jan Müller Oljulóg og útgerðarhavn/ir SJÁLDAN hevur eitt so stórt mál fingið so breiða undirtøku frá øllum flokkum sum kolvetnislógin. Niðurstøðan eftir 2. viðgerðer, at allir flokkar taka undir við broytingunum, sum Vinnunevndin hevur gjørt. Tó hevði løgmaður, sum umsitur oljumál, nakrar betonkiligheitir. Hann ber ótta fyri, at lokalpolitikkur longu nú er komin uppí oljumálið. Tulkar løgmaður málið rætt, so er greitt, at vit eru alt annað enn heppin við handfaringini av sjálvum lógargrundarlagnum. Spurninugurin er tí, um ikki málið áttið at fingiðuppfylgjandi umrøðu undir 3. viðgerð. TAÐ var annarsvæntandi, at tingmenn ikki fóru at góðtaka, at landsstýrið skal stýra og koyra alt oljumálið. Tingið vil eisini verða eftirspurt, tá eitt nú útbjóðingarøki skulu góðkennast. Tað er ikki nøktandi bara við eini frágreiðing frá landsstýrinum. Hvat um øki til útbjóðing fara at nerva gýtingarøki! Ein kann síggja hetta eina roynd frá tinginum at taka málið í størsta álvara og tryggja, at tað ber til at varðveita fiskivinnuna samtíðis sum vit menna eina oljuvinnu. Mál av principiellum týdningi fyri alla hesa tjóð og tess framtíð eiga ikki at vera fyrisitingarmál hjá einum tilvildarligum landsstýrismanni er niðurstøðan, sum tingmenn gera sær. TAÐ, sum løgmaður eisini var sera betonkiligur yvir , var spurningurin um útgerðarstøð/ir. Her hevur Vinnunevndin gjørt ta broyting, at umframt at tað í loyvinum skal standa, hvaðani loyvishavarin rekur sítt virksemi (hetta er skilt sum Føroyar kontra útlandið, blaðm.) so koma orðini >>herundir útgerðarstøðir<< uppí. Tvs. at longu tá loyvi skulu gevast um eitt ár ella so, skal verða gjørt av, hvar útgerðarhavnin/irnar skulu vera. Løgtingið vil hava politiska semju um, hvar útgerðarhavn skal vera. EIN sær bæði fyrimunir og vansar við hesum. Taka vit vansarnar fyrst, so er tað dekan ov tíðliga longu nú at skula taka støðu til, hvat ella hvørji øki skulu brúkast til útgerðarhavn. Oljufeløgini sóu kanska helst, at tey gjørdu av, hvat øki er best at brúka, men hinvegin fara tey ikki at mótmæla, um vit siga teimum, hvar útgerðarhavnin skal vera. Enn eru vit bert komin stutt í útviklinginum, so tað kann tykjast eitt sindur bakvent longu nú at skula gera av, hvar framtíðar útgerðarhavnin skal liggja. Vit vita einki um, hvussu stórt virksemi verður, og um tað setir krøv til eina ella fleiri útgerðarhavnir. Onkur vil siga, at marknaðarmekanismurnar eiga at avgera hetta og ikki eitt diktat úr tingi ella landsstýri. Hesi vilja siga, at vit eiga ikki at seta kapitalkreftunum - og hesar eru konsentreraðar kring høvuðsstaðarøkið - forðingar í vegin. Vilja hesar, at Havnin, Sund og Skálafjørðurin skulu vera karmur um útgerðarhavnina, so eiga hesar sterku kapitalkreftir, ið eisini umsita nógva kapacitet og vitan, at sleppa framat. FYRIMUNURIN við at taka politiska avgerð um hetta er so tann, at hvør kommuna fer ikki at brúka tíð og orku til at royna at fáa útgerðarhavnina. Tá verður einaferð med alla sagt, at hetta eina plássið ella hesi bæði plássini verða útgerðarhavnirnar. Hetta kann so eisini gera, at vit fáa eina desentralisering av oljumenningini, sum uttan iva fleiri í hesum landi síggja fram til. Hetta er einki lætt mál at loysa, tí tú í dag ikki veit, um tørvur verður á einari ella t.d. tveimum útgerðarstøðum. Verður ein, so er greitt, at talan antin verður um miðstaðarøkið ella ein av útjaðarunum. Tað er eingin loyna, at sterkar kapitalkreftir við vitan, fólki og útgerð aftanfyri seg vilja hava útgerðarhavnina í miðstaðarøkinum, kanska á Sundi. Samtíðis hava suðringar fyrireikað seg til útgerðarhavn Skulu marknaðarkreftirnar ráða ella skulu politikararnir stýra útviklinginum! Hevur t.d. Henrik Old rætt, tá hann sigur, at Tórshavnar Havn er so kapitalsterk, at hon kann gera tað henni lystir og rudda slóð fyri útbyggingum hon ynskir, meðan smærri havnirnar kring landið ongan møguleika hava at vera við í kappingini! Ráða marknaðarkreftirnar verður eisini øll oljuútbygging at fara fram kring Havnina! DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Hann veksur vindin til hvassan vind ella skrið av útsynningi, samdrigið og regn av og á. Hitin kemur upp millum 6 og 11 stig. Veðrið mikudagin: Hvassur vindur ella skrið av útsynningi og regn av og á. Hitin fellur niður í 4 til 7 stig. Veðrið hósdagin: Fyrst hvassur vindur av útsynningi og regn. Út á dagin hækkar hann upp í útnyrðing og norðan og sólglottar, men ælingur, partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin fellur og verður um frostmarkið. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Upp í hvassan vind av norði og útnyrðingi og sólglottar, men eisini kavaælingur. Hitin um frostmarkið ella beint undir. Í gjár: Eitt lágtrýst, 990 hPa. sunnanfyri Lofoten fer eystureftir. Eitt annað lágtrýst, 985 hPa. í landsynning sunnan úr Hvarvinum fer í landnyrðing gjógnum Grønlandsfjørðin og brúgvalagið haðani er á veg móti Føroyum sunnaneftir. Í dag: Tað lýggja veðrið við nógvum vindi heldur fram teir komandi dagarnar, men hósdagin kemur hann høgt og hitin fellur niður um frostmarkið. Mikudagur 25. februar 1998 jan muller jan@sosialurin.fo Føroyar fingið sína oljulóg Verður karmurin um framtíðar oljuútviklingin í Føroyum Árni Olafson, formaður í oljuráðleggingarnevndini Týsdagin 24. februar klokkan 14 samtykt Føroya løgtingið við 26 atkvøðum fyri og ongari ímóti kolvetnislógina. Hon kemur í gildi so skjótt hon er kunngjørd í kunngerðarblaðnum. Og tað verður helst ein av komandi døgunum. Við nýggju oljulógini verður skjøtil av álvara settur undir eina komandi oljuleiting við Føroyar. Í kjalarvørrinum á hesi lóggávuni kemur so ein skattalóg og síðani tær treytir og reglur, sum skulu setast oljufeløgunum í sambandi við 1. útbjóðing á føroyska landgrunninum. Tað var landsstýrið, sum í november í fjør legði uppskot fyri tingið um kolvetnislóg sambært einum uppleggi frá Oljuráðleggingarnevndini. Eftir 1. viðgerð fór málið í Vinnumálanevndina, sum síðani legði fram sítt álit í málinum fyri viku síðani. Ein samd nevnd skjeyt upp at góðtaka uppskot landsstýrisins við einstøkum broytingum. Hesar vórðu allar samtyktar við 2. viðgerð við 21 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Nú lógaruppskotið við broytingunum er samtykt kunnu føroyskir myndugleikar og vinnulív umframt tey mongu oljufeløgini so smátt byrja at fyrireika seg til 1. útbjóðingina, sum verður á føroyska landgrunninum. Helst verður hol sett á hesa útbjóðing seinni í ár. Fyrstu loyvini kunnu so verða latin oljufeløgunum tíðliga ella miðskeiðis í 1999. Tað merkir so aftur, at oljufeløgini kunnu fara undir at bora longu í 99 men meira sannlíkt er, at tað ikki verður fyrr enn í ár 2000. Nýggja oljulógin verður karmurin um tað virksemi, sum nú skal taka seg upp. Har eru reglur um umhvørvi, trygd, oljugoymslur, oljuútbúnað osfr. Í lógini stendur m.a. at olja og gass skulu flytast í land í Føroyum, men at landsstýrið kann gera undantak frá hesum. Har stendur eisini, at allur flutningur og veiting av vørum og tænastu í sambandi við eitt oljuvirksemi skal yvir føroyskan bryggjukant ella floghavn. Við hesi lógini í hondini kunnu føroyskir myndugleikar nú fara út til altjóða oljuverðina og bjóða Føroyar fram sum eitt framtíðar oljuleitiøki. Eftir resta tær skattalógir ol. sum hoyra til eina og hvørja útbjóðing. Við nýggju oljulógini hevur Oljuráðleggingarnevndin, sum landsstýrið setti á sinni gjørt høvuðspartin av arbeiðssetningi sínum lidnan. Formaðurin í nevndini øll hesi avgerandi árini hevur verið Árni Olafsson. jan muller jan@sosialurin.fo Oljufeløg bjóða før- oyingum upplæring Oljusamtakið "Faroes Partnership" fer nú undir eina roynd at bjóða føroyingum starv og upplæring innan fleiri fakøki í eitt ávíst tíðarskeið. Danska Dong bjóðar í lýsing í blaðnum tveimum føroyingum sokallað "trainess-størv". Nú oljuleitingin nærkast Føroyum alt meira vísa útlendsk oljufeløg føroyskari arbeiðsmegi størri og størri áhuga. Fleiri av oljufeløgunum hava longu sett føroyingar í starv, meðan onnur dúva meira uppá at útvega ungum føroyingum útbúgvingarpláss. Faroes Partnership Nú oljulóggávan er veruleiki og lagt verður upp til at fáa útlendsku oljufeløgini at brúka føroyskar vørur og tænastur, síggja fleiri av oljufeløgunum hetta sum eitt kærkomið høvið til at útbúgva føroyingar til at kunna arbeiða í oljuvinnuni. "Faroes Partnership", ið er eitt av oljusamtøkunum, ið er virkið á føroyska økinum, ætlar ikki at halda seg aftur í so máta. Í blaðnum í dag lýsir eitt av oljufeløgunum í hesum samtakinum, DONG, eftir føroyingum, sum kundu hugsað sær at fingið fyribils arbeiði og upplæring. DONG arbeiðir saman við Amerada Hess, Lasmo og Norsk Hydro, tá talan er um at vera við í tí fyrstu føroysku útbjóðingini. Johan Mortensen, umboðsmaður hjá teimum fýra oljufeløgunum, sigur, at samtakið sær tað sum eina av sínum fremstu uppgávum at fáa føroyingar at vísa oljuvinnuni áhuga. Skal oljuvinnan festa røtur í Føroyum, so er tað sanniliga eisini brúk fyri føroyingum í hesi vinnu. Tað er m.a. við hesum fyri eygað, at feløgini í samtakinum hava gjørt av at taka føroyingar inn til upplæring á ymiskum økjum innan oljuvinnuna. Talan er um sokallað "trainees" arbeiði, har serstakliga fólk undir útbúgving kunnu fáa starv hjá einum av feløgunum í eina ásetta tíð. Vilja liva upp til andan í oljulóg Johan Mortensen sigur, at hetta verður gjørt fyri at loyva føroyingum at snodda til hesa nýggju vinnuna og síggja, hvat hon hevur at bjóða. Hann vísir á, at samtakið við hesum eisini fegið vil liva upp til andan í nýggju oljulógini um, at útlendsku oljufeløgini í mest møguligan mun brúka føroyska arbeiðsmegi, vørur og tænastur. Hetta er so eisini ætlað sum hjálp til sjálvhjálp, tí tann dagin føroyingar hava nógv vælútbúgvið fólk innan oljuvinnuna, verða møguleikarnir fyri at fáa arbeiði helst nógvir, vónandi í Føroyum men undir øllum umstøðum úti í heimi. Oljufeløgini meta hetta sum eina skilagóða íløgu í framtíðina. Sjálvandi skal tað eisini tryggja teimum dugnaliga og góða arbeiðsmegi, men endamálið er fyrst og fremst at liva upp til ynskið um at fáa útbúgvið og lært upp fólk í tí øki, sum feløgini arbeiða í. Áki Bertholdsen Stórur áhugi er fyri at lata fiskavirki í Vági upp aftur Eitt nú sigst, at tvøramenn eru sera áhugaðir at lata eitt fiskavirki, sum varð stongt í Vági, uppaftur Síðani Suðuroyar Sparikassi í farnu viku keypti fiskavirki Southern Fish í Vági, hava fleiri á hugaðir verið í sambandi við sparikassan í eini roynd at fáa fatur á virkinum. ­ Tað er stórur áhugi fyri virkinum og fleiri hava tosað við okkum um møguleikarnar fyri at fáa tað, sigur Mikkjal Sørensen, stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Southern Fish er eitt av teimum virkjunum í Vági, sum stungu seg upp í kjalarvørrinum á, at Fiskavirking stongdi Polarfrost, tað stóra flakavirkið í bygdini. Tað vóru Absalon Absalonsen, og aðrir, sum tóku stig til Southern Fish. Men tað helt ikki leingi, og endin var, at Suðuroyar Sparikassi keypti tað á tvingsilssølu í farnu viku. Í fyrstu atløgu er sparikassin mest hugaður at selja og tað eru eisini summi, sum hava víst áhuga at keypa virkið. Hinvegin eru onnur, sum ikki eru so heit fyri at keypa, men mest eru hugað at leiga virkið. Tvøramenn framvið M.a. vilja seiglívað leysatíðindi vera við, at at tvøramenn eru millum teirra, sum hava víst virkinum áhuga. Tað skulu vera menninir aftanfyri Delta Seafood á Tvøroyri, sum nú eisini ætla sær til Vágs. Marner Lisberg, nevndarformaður í Delta, hevur ongar viðmerkingar í løtuni. Men eftir hvat vælvitandi keldur vilja vera við, hava Delta-menninir so mikið góðar royndir við báðum virkjunum í Sandoynni, at teir hava hug at royna áleið tað sama modellið í Suðuroynni við einum virkinum á Tvøroyri, sum skal arbeiða saltfisk og virkinum í Vági, sum skal arbeiða feskan fisk. Tilber so at flyta fisk ímillum við bili, eins og verður gjørt ímillum Skopun og Sand. Vágbingar, vit hava tosað við, siga, at eitt slíkt samstarv ímillum báðar býirnar í Suðuroy kundi skapt nógv arbeiði. Og er tað nakað, sum manglar í Vági, er tað eitt sórt, nøkuluna støðugt arbeiðspláss. Í Vági eru fleiri virki, men tey eru at kalla øll familjufyritøkur, har ið arbeiðsfólkið kann teljast á aðrari hondini. Tí hevði tað verið kærkomið við einum størri arbeiðsplássi eisini, siga Vágbingar. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útvarpsnevmdin havt seinasta fundin Seinasti mánadagur var ein søguligur dagur fyri Útvarpið og útvarpsnevndina, sum tá hevði sín seinasta fund. Útvarpsnevndin er ikki til longur, og hevur stjórin nú sjálvur bæði programábrygdina og fíggjarligu ábyrgdina fyri Útvarp Føroya Seinasta mánadag hevði útvarpsnevndin seinasta fund sín. Sambært nýggju stýrisskipanini skulu ongar nevndir verða millum almennar stovnar og landsstýrið sum taka endaligar avgerðir, og er tí útvarpsnevndin tikin av. Tað sama er gjørt við eitt nú landsskúlaráðið og sjúkrahússtýrini. Mánadagin kom útvarpsnevndin saman at undirskriva og enda gerðabókina, sum er tann sama, sum brúkt er øll 41 árini síðani útvarpið varð sett á stovn. Tað at útvarpsnevndin nú er løgd niður merkir, at nevndin verður avloyst av eini ráðgevandi sjeymanna programmnevnd, sum skal hava eina breiða samfelagsliga umboðan. Henda nevnd er tó ikki vald enn, men verður hon ikki merkt av politiskari ávirkan, eins og útvarpsnevndin, og kunnu løgtingsmenn ikki verða limir í nevndini. Myndugleikin, sum útvarpsnevndin hevði, liggur nú hjá stjóranum. Nýggja lógin um fjølmiðlaábyrgd, sum ásetur eisini, at ein kærunevnd skal setast. Hon skal virka sum kærustovnur fyri allar fjølmiðlarnar, eisini bløðini, og tryggja, at góður pressusiður verður hildin. Í útvarpnevndini, sum nú legði frá sær sótu fimm umboð, sum umboðaðu politisku flokkarnar: Jóhan Petersen, formaður (Sambfl.) Elin Petersen, (Javnfl) Selinda í Heiðunum (Sjálvstfl) Steingrímur Niclasen (Fólkafl) Ásla Sevdal Joense (Miðfl) Afturat politisku umboðunum, hevur Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag eitt umboð í útvarpsnevndini, og var tað Jógvan Fríðriksson, prestur. Av nevndarlimunum hevur Steingrímur Niclasen sitið longst í nevndini. Hann hevur sitið í heili 20 ár í nevndini. ­ Vit hava havt eitt sera gott samstarv millum útvarpið og útvarpsnevndina, sigur Jógvan Jespersen, sum leggur afturat, at tey nú fara at binda gomlu gerðabókina inn av nýggjum og goyma hana sum ein dýrgrip. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Gríma og Shakespeare í Norðurlandahúsinum Føðingardagsgávan til tilkomnu áskoðararnar hjá Grímu, fáa ikki bert ein klassikara á pallin, men sjónleikararnir fáa eisini eitt handrit, sum er framúrskarandi umsett, tónleik, ljós og pall, sum er eindømi í føroyskum sjónleiki, varð sagt á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum mánadagin Við hvørt er neyðugt at hugsa stórt, tá tað skal gerast vart við okkurt. Tað hevur leikbólkurin "Gríma^3 helst eisini hugsað,tá tey fyrireikaðu seg til at hátíðarhalda 20 ára stovnanina hjá bólkinum. Heili 39 fólk eru í arbeiði í løtuni, nú tað bert eru einir 10 dagar eftir til sjónleikurin "Dreymur Jóansøkunátt^3 eftir William Shakespeare verður frumsýndur. Tað er heldur ikki burturvið at framføra Shakespeare í hesum døgum, nú leikritaskaldið yvir øllum leikritaskøldum gjøgnum tíðirnar, er vorðið eitt "hitt^3, bæði í Hollywood og aðrastaðni víða um í heiminum. Eyðun Johannessen, leikstjóri, segði á tíðindafundinum, at serlga ungdómurin hevur tikið Shakespeare til sín. Hann helt, at tað kom av, at gamla skaldið skrivaði eins og filmsleikrit verða skrivað í dag.Spælið er kvikligt og stutt tíð gongur, til "klipt^3 verður til næsta leikbrot o.s.fr.. Skemtiligur leikur Vit hava ofta hug at halda, at Shekespeare leikir eru tungir og heldur keðiligur, men tað halda leikstjóri og leikarar ikki. Tey hava arbeitt í tveir mánaðir við leikinum, og eru hugtikin, so væl innihaldið í leikinum situr til okkara tíð, hóast hann er skrivaður fyri fleiri hundrað árums íðan. "Dreymur Jóansøkunátt^3 er skemtileikur og er skrivaður í tíðarskeiðnum 1590 - 1596, tá Shakespeare var ungur maður. Hann eksperimenteraði við skemtileikum í hesum tíðarskeiðnum, og skrivaði um hesa tíð m.a. Richard ll og lll, og seinni sorgarleikin "Romeo og Juliet^3, sum er millum teir kendastu í okkara tið. Sjónleikurin, sum Gríma nú framførir verður kallaður ævintýraleikur. Hann er um ungfólk í Athen, eitt nú um eina gentu, ið noktar at gifta seg við tí manni, sum foreldini hava valt. Galdandi lógir í Athen um hetta mundið siga, at vil gentan ikki giftast við manninum, noyðist hon at fara í kleystur ella lata lív. Leikurin fer fram í skógunum uttan fyri Athen, fýra dagar áðrenn hon skal giftast við manninum, sum hon ikki skoytir um. Har kærir hon sína neyð fyri einum, sum hon er góð við, og so fer leikur fram. Leikurin er stutt sagt um ólukkuligan kærleika, men hann er eisini um so nógv annað, ið ikki skal avdúkast her. Freud og Shakespeare Leikstjórin nevndi, at leikurin er ógvuliga filosofisku, poetiskur og skemtiligur, men eisini psykologirskur. Hann nevndi at læran hjá Freud eisini er umboðað í leikinum, hóast hesin ikki var føddur fyrr enn 400 ár seinni. Serligt við framførsluni hjá Grímu er eisini, at Axel Tórgarð so meistarliga hevur umsett leikin, sum er skrivaður í ørindisreglum. Leikstjórin, ið nú fyri 8. ferð setir Shekespeare upp, nevndi serliga, hvussu framúrskarandi umsetingin hjá Axel Tórgarð er, og at tekstin er umsett á ein serligan hátt, sum gevur honum føroyskan samleika. Teksturin ein gáva Teksturin er ein gáva til sjónleikararnir, tí hann kann tulkast á so ymsan hátt.Tað er ein avbjóðing siga leikararnir og leggja aftrat, at teir júst vilja framføra henda leikin nú, tí hann er so lívsjáttandi í eini tíð annars í Føroyum, sum ikki hevur so nógv skemtiligt at bjóða. Sjónleikararnir siga eisini, at skulu teir tosa um veruligan sjónleik, so kemst ikki uttan um Shakespeare, sum bert hevur verið framførdur eina ferð í Føroyum. Tað var í 1964, tá Eyðun Johannesen setti Shakespeareleikin "Harðveðrið^3 upp í Sjónleikarhúsinum. Vit vilja eisini prógva, at tað ikki er torførari at framføra henda klassikaran enn aðrar leikir. Eisini tað er ein avbjóðing hjá okkum at prógva, siga lekararnir. Tað sleppa leikararnir at royna 7. mars, tá fyrstaframførslan verður í Norðurlandahúsinum. Forsølan til sjónleikin er byrjað. Fólk kunnu venda sær til Kunningarstovuna í Havn ella til Norðurlandahúsið, har atgongumerki eru at fáa. Leikurin verður framførdur einar 14 dagar eftir frumsýningina. Tað verður ikki farið út at ferðast við leikinum, av tí at hann er so umfevnandi í vavi, og tí heilir 20 sjónleikarar eru á palli. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Tað loysir seg ikki at arbeiða Danir hava meira eftir av inntøkuni tá teir eru arbeiðsleysir enn tá teir eru til arbeiðis. Tað vísir ein kanning sum Granskingareindin hjá Rockwool Grunninum hevur gjørt Fyri fáum árum síðani gingu meira enn 300.000 danir arbeiðsleysir. Fyri at bøta um umstøðurnar hjá hesum stóra bólki av fólki, setti stjórnin í gildi ymsar fyrimunir. Teirra millum kunnu nevnast frípláss til børnini í barnagørðum. Tað merkir sjálvandi ikki, at børnini sluppu ókeypis í barnagarð, men at kostnaðurin varð ásettur í samsvari við inntøkuna hjá foreldrunum. Harafturat hevur arbeiðsloysisveitingin í Danmark verði lutfalsliga høg, í hvussu er fyri tey sum eru limir í arbeiðsloysiskassa. Men alt hetta gevur nú dønum trupulleikar. Missa pening við at arbeiða Grannskingareindin hjá Rockwool Grunninum hevur gjørt eina kanning sum vísir, at meiri enn 500.000 danir missa pening við at fara til arbeiðis, ella fáa so lítið burtur úr, at tey eins gott kundu verið heima. Kanningin hjá grunninum vísir, at heili 10,3% av arbeiðandi dønunum skulu hava pening við heimanífrá, skulu tey arbeiða. Hjá hesum fólkum eru dagpengarnir, spardar útreiðslur til ferðing og barnaansing hægri enn tað tey kunnu forvinna við at arbeiða 37 tímar um vikuna. Fyri onnur 10,1% av dønum við arbeiði er støðan tann, at tey fáa bert umleið 500 krónur meira um mánaðin burturúr at arbeiða, enn at ganga fyri onki. Tað eru kvinnuligu arbeiðararnir sum eru ringast fyri. Kanningin hjá grunninum vísir, at meira enn helmingurin ikki hevur nakran fíggjarligan fyrimun av at fara til arbeiðis. Men tað hava tey ófaklærdu og HK-ararnir fyri so vítt heldur ikki. Vaksandi trupulleiki Danska samfelagið hevur havt eina sera positiva búskaparliga gongd seinastu árini, og hon hevur gjørt, at arbeiðsloysi er minkað ógvuliga nógv. Men størsti parturin av teimum sum hevur fingið arbeiði eru láglønt, og tí er hetta ein vaksandi trupulleiki. Tá ein líknandi kanning varð gjørd fyri trimum árum síðani var niðurstøðan tann, at bert 16,9% av øllum dønum við arbeiði, fingu minni enn 500 krónur meira um mánaðin burtur úr at arbeiða enn at lata verða. Nú er hesin partur uppá 20,4% Til tað sigur granskarin og professarin, Nina Smith, at: - Nógv hevði verið heilt skeivt í danska vælferðarsamfelagnum um fólk bert fór til arbeiðis fyri pengarnar skyld. Nina Smith hevur saman við tveimum øðrum skrivað bókin sum á donskum eitur: >>Beskæftiget - ledig - på efterløn<< Ávirkar búskapin negativt Nina Smith sigur, at tað ávirkar búskapin í negativan rætning, tá fíggjarligu fyrimunirnir við at arbeiða verða tiknir burtur fyri so stóran part av danska fólkinum. - Hesin bólkurin hevur størri hug til at taka orlov, fara upp á eftirløn og hugsar fyrr um pensionering enn onnur, og tað tyngir um almennu útgjaldingarnar. - Umframt tað, so hevur hesin bólkurin eisini lættari við, at arbeiða svart. Tað hevur í Danmark verið tosað sera nógv um mobilitetin hjá arbeiðsmegini. Tað snýr seg um viljan at flyta seg úr einum landslutið til ein annan fyriat fáa arbeiði. Eisini her eru tiltøk sett í verk fyri at fremja hugin at flyta, men tað sær út til, at tað bert eru tey hægri løntu sum vilja flyta seg. Nina Smith sigur um tað: - Hugurin at flyta seg úr einum parti til ein annan ella at flyta arbeiðsøkið er minimalur, tá tað at arbeiða ikki loysir seg. - Tað sama er við áhuganum fyri at bøta um arbeiðsmøguleikarnar, eitt nú við at taka skeið og líknandi, sigur Nina Smith. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Nú eru bert barnaklæðir í Benetton Klædnahandilin í Sverrisgøtu hevur fingið nýggjan eigara. Tað er Anida Johannesen, sum hevur tikið yvir, og hon hevur valt barnaklædini hjá Benetton fram um tey annars væl umtóktu klæðini til ung og tilkomin Nýggi eigarin heldur, at alt ov fáir handlar selja barnaklæðir í Havn. Hertil kemur, at klædnaverksmiðjan Benetton hevur framúr góð barnaklæðir. - Úrvalið er fjøllbroytt og tilfarið er ótrúliga slitsterkt, fæst í alskyns litum, sum ikki litfarast, hvussu ofta klæðini verða vaskað, sigur Anida Johannesen. Hon hevur tikið yvir handilin eftir Tótu Sørensen, sum eigur handilshúsini í Sverrisgøtu, og hevur hárfríðkanarstovu á miðhæddini. Tóta Sørensen stovnaði Benetton handilin fyri nøkrum árum síðan, tá handilshølini í stovuhæddini vóru tøk til hetta endamál. Anida Johannesen hevur seinastu tíðina arbeitt i Benetton. Hon er komin fram til, at hóast klæðini til ung og tilkomin eru væl umtókt, so er tað en meira umráðandi at selja Benetton barnaklæðini, sum bert fáast í hesum handlinum. Vandur klædnaseljari Nýggi eigarin í Sverrisgøtu er annars væl kend við at selja klæðir. Hon hevur arbeitt í handlum í fleiri ár, Har hon hevur selt mannafólka- og konufólkaklæðir, og hevur eisini verið við til at stovna annan barnahandil í býnum. Barnahandilin Benetton hevur alt hugsandi innan klæðir til børn frá aldrinum o - 12 ár. ­ I seinastuni er Benetton verksmiðjan eisini farin undir at gera undirklæðir til børn. Um stutta tíð eru tey eisini at fáa í Sverrisgøtu, og tá kanna alt til børn fáa á einum stað, sigur Anida Johannesen. Sama príslega og aðrastaðni Um prís og góðsku sigur nýggi eigarin, at fólk ofta hveppa seg við at fara til handils í Benetton, tí tey halda hesi klæðini kosta serliga nógv. ­Tað er als ikki so. Øll kunnu finna okkurt plaggið til børnini her, og klæðini kosta ikki meir enn onnur klæði, sigur Anida Johannesen, sum hevur somu upplatingartíðir, sum hinir handlarnir í miðbýnum. Frá kl. níggu á morgni til 18.30. Fríggjadag til kl. 19 og leygardag til kl. 14. Fyrilestur um byggilist í Bahá'í templum Tíðindaskriv frá Bahá'í samfelagnum í Havn Hósdagin 26. februar kl. 17.00 fer Roya Taheri at halda ein fyrilestur um byggilistina, sum er nýtt í sambandi við byggingina av Bahá'í bønarhúsum ymsastaðni í heiminum. Fyrilesturin verður í Bahá'í miðstøðini í Gundadali í Havn. Roya, sum er ættað úr Iran, haðani Bahá'í trúgvin er komin, er arkitektur og hevur búð í Iran, Japan og Skotlandi. Tað er Lokala Andaliga Ráðið fyri Bahá'íar í Havn, ið skipar fyri hetta kvøldið, og øll eru hjartaliga vælkomin. Áki Bertholdsen Teir hildu at okkurt løgið var í sjónum Stapin boðaði Vaktartænastuni frá einum løgnum fyribrigdi í sjónum, men tað vísti seg, at hetta var púra nátúrligt Tá ið línuskipið Stapin av Toftum ein dagin herfyri kom á eina leið stutt eysturúr Sumbiarenda, komu teir brádliga í sera ringan sjógv og ekkoloddið fór at bera seg løgið at. Teir vistu ikki, hvat tað var, men tað tóktist, sum var tað blivið so merkiliga grunt undir bátinum. Teir gjørdu tí av at boðað Vaktartænastuni frá. Og fleiri ferðir síðani varð ávarað ímóti at sigla har á leiðini. Síðani hevur Vaktartænastan kannað málið. Men táið teir spurdu Paula Lassen, skipara í Vági, sissaðust teir, tí hann visti at siga, at talan var um eitt púra náttúrligt fyribrigdi, sum tók seg upp av og á. Pauli Lassen sigur, at sunnanmenn vita væl um hetta fyribrigdi. ­ Men tað er ikki so løgið um hetta kemur óvart á menn, sum ikki eru so kendir har á leiðini, leggur hann afturat. Knokkurin rísin Tað var á Dalagrynnuni, beint eystur úr Sumbiarenda, at teir á Stapanum høvdu varnast hetta ^3løgna3 fyribrigdi í sjónum. Dalagrynnan er gamalt útróðrarpláss hjá Suðuroyingum. Og er tað nakar, sum er kendur har á leiðini, er tað Pauli Lassen. Hann greiðir okkum frá, at tað, sum Stapanum var fyri, er hent fleiri ferðir fyrr. ­ Tað er Dalagrynnan, teir eru komnir tvørturum ­ Tað er akkurát har, Dalagrynnan er grynst, at hetta kann taka seg upp. ­ Tað er har ið tað stendur sum ein fingur upp úr Dalagrynnuni, umleið 1,7, ella 1,8 fjórðing beint eystur úr Sumbiarenda. Suðuroyingar nevna hetta ^3Knokkurin3. Men tað er kortini ikki so grunt, sum teir á Stapanum fingu varhugan av, eftirsum ekkoloddið skrivaði. Pauli Lassen sigur, at tað eru 27 favnar, har Knokkurin er grynstur. Hetta er eitt so lítið strekkið, at tú skalt vera ^3heppin3 fyri at raka akkurát á. Tað strekkir 12 stykkir, tí tað er tað, vágbingar plaga at seta av línu har. Eitt stykki er 60 favnar. Pauli Lassen sigur, at Stapin er komin tvørturum har meðan tað hevur verið nakað at í sjónum og streymurin hevur verið harður. ­ Eg skal ikki siga, at tað er beinleiðis vandamikið at sigla har, tá ið eitt sindur av sjóvarilsku er, og tað er harður streymur. Men Tað kann tað verða rættiliga ótespuligt, og tað krevst størsta varsemi Skiparin í Vági sigur, at hann hevur mangan vitað, at menn hava verið noyddir at kappa línuna fyri bara at sleppa sær burtur. Sjálvur er hann einaferð komin undir brot á Knokkinum og tað varð ein skitin ferð, sigur hann Pauli Lassen sigur, at tá ið tað rekur har, verður sjóvarilska. Tað ger eina ^3friktión3 í sjónum og tað verður ein streymur sum ávirkar ekkoloddið, so tað loypir saman. ­ Fyri menn, sum eru so kunnugir við hetta, kann tað síggja heilt sindur løgið út. ­ Men eg sigi onki um, at teir boðaðu frá. Tað haldi eg var góður sjómansskapur, tí teir kunnu ikki kenna hvønn stein undir Suðuroynni Pauli Lassen heldur, at tað var einki forgjørt um Vaktar og Bjargingartænastan setti ein ring rundanum og ráddi bátum og skipum frá at sigla har, uttan í allarbestu líkindum, tí tað er øgiliga keðiligt farvatn Hann nevnir t.d. at henda dagin Stapin sigldi yvir Knokkinum, var fínasta veður, men bara tað at steymurin var harður, var nog mikið til at ørkymla teir so mikið, at boðaðu frá. Stovnað lokalfelag í Vágum Leygardagin 21. febr. hevði Miðflokkurin í Vágum stovnandi aðalfund av lokalfelag. 30 fólk vóru møtt. Nevnd var vald og skipaði hon seg soleiðis: Dánjal Johansen, Miðvágur, formaður, Kristianna Hansen, Sandavági, næstformaður, Sonni Jacobsen, Sørvági, skrivari, Poli í Lon, Miðvági og Jónhard Selfoss, Miðvági. Tiltakslimir: Helgi Mouritsen, Sørvági og Jógvan Nordendal, Sandavági. Á skránni til fundin var m.a. flogvallarmálið og undirsjóvartunnilin. Niðurstøðan av fundinum var, at Miðflokkurin í Vágum framhaldandi vil stríðast fyri at vinnufyritøkur og fiskavirkir í Vágum verða lív lagað og fáa neyðugar fortreytir at virka undir. Ein av hesum fortreytum er fast samband um Vestmannasund. Stigtakararnir fegnast annars um undirtøkuna á fundinum og hava góðar vónir til eitt komandi løgtingsval. Til valið í 1994, tá Miðflokkurin stillaði upp fyrstu ferð, gjørdist hann 4. størsti flokkur í Vágum - hetta m.a. tí politikkur floksins byggir á kristnu lívsáskoðanina, ið er tað altavgerandi fyri land og fólk. Í Vágum 21.02.98 v/ Miðflokkin í Vágum Dánjal Johansen, formaður Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Fram bankaði ÍFb Flogbóltur, menn: Tað tók ikki meira enn 39 minuttir so hevði Fram vundið burtur úr ÍFb Fram hevur havt tvey strævin vikuskifti í seinastuni. Eitt vikuskifti spældu teir ímóti Fleyr og ÍFa, dag um dag, og farna vikuskifti var sama skil, tá spældu teir ímóti ÍFb leygardagin og síðani toppdystin móti Mjølni sunnudagin. Tað var væntað, at Fram fór at vinna dystin móti ÍFb á Kambsdali leygardagin, og so varð. Men at tað skuldi verða so stórur munur, var ikki væntandi. Fram gjørdi ikki mætari enn at teir ruddiliga vundu burturúr ÍFb. Fyrsta sett vann Fram so greitt sum 15-1, eftir bert 12 minuttum. Í øðrum settið gjørdi ÍFb eina lítla roynd at fylgja Fram, men tað hjálpti so sera lítið. Teir megnaðu at fylgja Fram upp til 3-3, tá teir máttu sleppa takinum. Hiðani frá var tað Fram, sum settið dagsordan í dystinum, og tá teir høvdu spælt í 16 minuttir var settið liðugt og tað endaði 15-7 til Fram. Triðja sett var sum tað fyrsta, bara enn styttri. Fram vann triðja sett 15-1, og tað tók bert 11 minuttir at spæla. So í alt vardi dysturin í 39 minuttir, og tá settini vórðu løgd saman, hevði Fram vunnið 45 stig, meðan ÍFb hevði vunnið 9. So her var rætt og slætt talan um ein avsmurning, so tað stóð eftir. Fyri Fram var tað ein lætti. Teir skuldu jú fyrireika seg til dystin sunnudagin ímóti Mjølni, og tí vóru teir sera fegnir um ein so lættan dyst. Tað hoyrir eisini til søguna um dystin, at ÍFb bert hevði seks mans til dystin. `IF hevur tað ótakksomu støðu at hava tvey lið í meistaradeildini hjá monnum, og tað gevur trupulleikar at skula manna tvey lið heldur enn eitt. Tað sigur seg sjálvt, at tað gongur út yvir styrkina hjá báðum liðunum, at tað eru tvey lið í meistaradeildini. Kappingin um plássini er ov lítil, og tað er ikki nøktandi í bestu flogbóltsdeildini hjá monnum. Ikki tí ­ ÍFb hevur klára seg rímiliga væl í ár við onkrum góðum sigrum í landskappingini, og í NS-Cup-kappingini í Klaksvík spældu teir seg í finaluna. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Fleyr oman á á Kambsdali Flogbóltur, menn: Tað sá út sum ÍF leikararnir vóru farnir í summarfrí í fyrsta settið í dystinum leygardagin. Tað vardi í 9 minuttir og endaði 15-2. Teir vaknaðu tó við aftur í øðrum settið ÍFa og Fleyr spældu sínámillum dyst leygardagin í Kambsdali. Men tað sá ikki út sum ÍF hevði hug at spæla. Í fyrsta settið høvdu teir lagt spæligleðina eftir inni í skiftirúminum, og teir komu ongantíð í gongd. Tað tók einans 9 minuttir at spæla fyrsta sett at enda, og tá liðugt var stóð 15-2 til Fleyr. Men ÍFa tók seg ruddiliga saman í øðrum settið. Teir bardu seg inn aftur í dystin og tað gekk sera javnt á tað mesta av øðrum settið, men tá tað galt fór ÍF frá Fleyr. Tað er synd at siga, at spælið var vakurt. Hvørki av liðunum fekk rættiligan samanhang í spælið, og tí varð spælt rættiliga nógv aftur og fram. Eisini gjørdu liðini bæði rættiliga nógvar býttar feilir. Og tað skal lúkast burtur, ætla liðini at vinna FM-heitið. Tað verður so ikki í ár, tí kappingin er so langt fráliðin. ÍF vann annað sett 15-11 og so var dysturin opin aftur. Men tað helt ikki hjá ÍF. Spælið datt sundur aftur. Móttøkurnar vóru ikki nóg góðar, og tískil varð álopið heldur ikki nóg gott. Tá spælararnir heldur ikki trúgva uppá, at teir kunnu vinna bóltarnar, so er torført at vinna ein dyst. Fleyr nýggjan mann Tað var annars ein nýggjur maður við á Fleyr liðnum henda dagin. Hjalmar Joensen spældi sín fyrsta dyst við Fleyr, og hann kom bara heilt væl frá byrjanini. Hann er stórur og sterkur spælari og fer óivað at vera góður fongur hjá havnarfelagnum Fleyr-liðið var eitt sindur umskipað til dystin leygardagin. Jóhannes Ejdesgaard spældi á miðjuni fyri Niclas Joensen, meðan Hjalmar Joensen spældi á kantinum, men tað sá ikki út til at nerva spælið hjá Fleyr. Í triðja settið royndi Fleyr at leggja trýst á ÍF, og tað eydnaðist rættiliga væl í løtum. Blokaduspælið hjá Fleyr var gott, og har vunnu teir nógvar bóltar og fingu nógv stig. Bæði í triðja og í fjórða settið fylgdust liðini upp til 5-5, men har frá leyp Fleyr undan ÍFa, sum ikki kláraði at svara aftur. Spælið hjá teimum gekk sera tungt, og sjálvt verjuspælið, sum annars er vørumerkið hjá ÍF, var farið út av lagi. Triðja sett endaði við 15-8 sigri til Fleyr, og fjórða sett endaði við 15-9 sigri til Fleyr. Við hesum sigrinum hevur Fleyr óivað tryggjað sær bronsumerkini í meistaradeildini hjá monnum. Teir eru nøkur stig frammanfyri ÍFa og hava tríggjar dystir eftir at spæla. ÍFa hevur bert tveir dystir. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Mjølnir smurdi Fram av Flogbóltur, menn: Tað var eingin ivi um, hvat av liðunum var tað betra, tá Fram og Mjølnir møttust í Eysturskúlanum sunnudagin. Mjølnir setti seg á dystin frá byrjan og lótu als ikki Fram sleppa framat Tað var lagt upp til ein spennandi flogbóltsdyst í Eysturskúlanum sunnudagin, tá Mjølnir kom at vitja Fram í meistaradeildini hjá monnum. Mjølnir lá undan dystinum sunnudagin eitt stig frammanfyri Fram, og tí var talan um ein rættan toppdyst. Men tað varð so sum so við tí. Ikki tí, spælið var gott, og stuttligt er at síggja hvussu væl flogbóltur kann leikast, men spenningur var ongin í dystinum. Til tað vóru Mjølnir-leikararnir alt ov góðir í mun til Fram. Klæmint Isaksen, leikandi venjari hjá Mjølni, segði undan dystinum, at teir fóru at leggja seg eftir at seta Sigmund av Teigum út av spælinum, og sigast má, at hesin taktikkur eydnaðist til fulnar. Mjølnir byrjaði dystin sum eitt satt óløgi, og teir løgdu seg greitt á odda beinanvegin. Í fyrsta settið byrjaði Fram við Sigmundi av Teigum og Pól Gudmundson í móttøkuni, og tað eydnaðist ikki væl. Móttøkurnar kundu ikki brúkast til at byggja nakað álop upp, og tí hevði Mjølnir eisini nokk so lætt spæl í blokkinum. Góðar servur og gott álop Tað var ein partur av taktikkinum hjá Mjølni at leggja trýst á móttakararnar. Servurnar hjá Mjølni vóru harðar og neyvar. Tað kláraðu teir báðir móttakararnir hjá Fram onki at gera við. Av tí sama varð ikki nóg nógv bit í álopsspælinum hjá Fram. Sigmund av Teigum fekk púrt onki burturúr, tí blokkurin hjá Mjølni stóð sera væl. Tað sum kom ígjøgnum vóru aftaru verjuspælararnir til reiðar at taka, so tað var torført hjá Fram at gera nakað sum helst. Og nú sást trupulleikin hjá Fram so týðiliga. Teir spæla ov nógv uppá Sigmund, at hinir eru púra passivir. Leikararnir hjá Fram eru so stórir, at teir næstan kunnu sláa omanfyri blokadurnar, men so er ikki. Teir eru óivað bangnir fyri at takað ábyrgd, og tað spyrst sjáldan nakað gott burturúr tí. Hjá Mjølni vóru teir raskir at spjaða spælið millum allar leikararnar. Fyrsta sett endaði við tryggum sigri til Mjølnir 15-6. Fram avsmurdir Gongdin í øðrum settið var ógvuliga lík gongdini í fyrsta. Men tað gekk enn verri hjá Fram í øðrum settið. Spælið hekk als ikki saman. Teir royndu at broyta uppstillingina við at seta Rúna Weihe inn, men tað munaði einki. Rúni Weihe er ein sera evnaríkur leikari. Hann hevur verið skaddur í ár, og hevur tí ikki spælt so nógv. Tí undraði tað ikki sørt, at hann fekk hesa stóru ábyrgd, men skiftileiðarin veit hvat hann ger, og hann kennir leikararnar væl. Tað var bara ongin hjálp í broytingini, tí Mjølnir vann annað sett 15-4 við enn betri spælið enn í fyrsta settið. Tey bæði fyrstu settini vardu ávíkavist 17 og 15 minuttir, so ikki kann sigast annað enn, at tað gekk skjótt fyri seg. Stígur í hjá Mjølni Mjølnir fekk ein rættiligan niðurtúr í triðja setti. Teir spurtaðu frá Fram í byrjanini av settinum og við frálíkum spæli løgdu teir seg á odda 9-0. Tað sá sera svart út hjá Fram hesa løtuna, og tí valdi venjarin Mannbjørn Mortensen at taka time-out. Hvat hann hevur sagt er óvist, men tað virkaði í hvussu er. Gongd kom í spælið hjá Fram, meðan Mjølnir fór í koma. Teir steðgaðu púrasta upp. Ongar móttøkur, onki álop og vánaligt verjuspæl høvdu teir hesa løtuna. Eftir eina løtu hevði Fram lagt seg á odda 10-9, eftir at hava verið aftanfyri 0-9. Tað sá tó út sum um Mjølnir fann tráðin aftur í endanum av triðja setti, men tá var ov seint . Fram vann triðja sett 15-13, og tað vardi í 29 minuttir. Mjølnir-uppvísing Í steðginum millum triðja og fjórða sett fekk Mjølnir tosað seg til rættis um hvat skuldi gerast, og tá fjórða sett byrjaði var alt við tað gamla aftur. Klaksvíkingarnir vístu unga Fram-liðnum hvar skápið skuldi standa, og tað gjørdu teir skjótt og væl. Settið endaði 15-5, og orsøkin til, at Mjølnir vann hetta settið var, at teir aftur trýstu óført á í álopinum og í servunum. Fram fall harafturímóti í fátt. Teir dugdu ikki at spæla uttan um blokaduna hjá Mjølni og høvdu tí sera trupult við at vinna nakrar bóltar. Tí var í síðsta settið nærmast talan um uppvísing frá Mjølni. Alt teir fingu hendur á eydnaðist, og tað var ein frægd at síggja hvussu flótandi flogbóltur kann spælast. Taktikkurin eydnaðist Efti dystin spurdu vit Klæmint Isaksen um hann var nøgdur við dystin. ­ Ja, tað eri eg. Ógvuliga væl nøgdur. Vit høvdu undan dystinum lagt ein taktikk, og honum fylgdu vit til fulnar. ­ Vit søgdu at vit skuldu leggja trýst á teir í servuni og í álopinum og tað gjørdu vit frá byrjan. Tí gekk tað so væl í fyrsta og øðrum settið. Tit fóru niður í triðja setti, hvat hendi? ­ Hatt er nokkso vanligt, at stígur kemur í í triðja settið, og tað hendi so eisini hjá okkum í dag. Tíverri. Hvør var so munurin millum liðini í dag? ­ Størsti munurin er, at vit eru meira støðugir enn Fram er. ­ Spælið hjá Fram er rættiliga skiftandi, onkuntíð heilt ótrúliga gott, og onkuntíð minni gott. ­ Vit hava ikki tey øgiligu lopini. Spælið gongur meira javnt gott gjøgnum allan dystin og tað er óivað høvuðsorsøkin. Mjølnir klárt fremst Úrslitið av dystinum merkir, at tað óivað verður Mjølnir, sum verður meistari í ár. Mjølnir er trý stig fremst og hava bert fáar dystir eftir at leika. Tí eru ikki útlit til, at teir tapa tveir dystir afturat í ár. Dysturin sunnudagin var prógv um at Mjølnir er klárt besta liðið í føroyskum mansflogbólti í ár. Breiddin á liðnum ger, at teir eru torførir at vinna á. Tað er stuttligt at síggja teir spæla, tí teir arbeiða væl saman, teir ungu og teir >>gomlu<<. Tað eru teir gomlu garvaðu sum halda liðnum uppi, men ein leikari sum Rúni Eltør er ein spennandi leikari, sum tað verður spennandi at síggja framyvir. Hann er stórur og fær nógv burturúr í álopinum. Hann dugir nevniliga væl at variera sløgini, og hann leikti væl í dag. Klæmint Isaksen leikti eisini væl, og Trygvi Poulsen spældi framúr væl á miðjuni. Hann vann næstan allar bóltarnar hann slóg. Hjá Fram vóru tað serliga Sigmund av Teigum og Bárður Mikkelsen, sum leiktu væl, men tað var ikki nærhendis tí sum vit vita, at teir kunnu vísa. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Fleyr takkaði fyri síðst Flogbóltur, kvinnur: Fleyr vann dystin móti Drátti 3-1 og staðfesti enn einaferð, at tað er himmalvíður munur millum hvussu Dráttur spælir á heimavølli og á útivølli Fyri nøkrum fáum vikum síðani leiktu Dráttur og Fleyr í høllini á Giljanesi. Tann dsytin vann Dráttur so ruddiliga. Tær vunnu dystin, tí at tær spældu so nógv betri enn Fleyr liðið ­ ta ferðina. Leygardagin hittust liðini aftur, men hesaferð í Havn. Og hesaferð var umvent í holuni. Fleyr hevði broytt uppstillingina soleiðis, at Rúna Hentze var farin aftur á spælskiparaplássi, meðan Rúna Heinesen og Anna Dalsgaard spældu kantáleyparar. Hetta hevur havt sína ávirkan á spælið hjá Fleyr. Spælararnir funnu fram til sína gomlu uppstilling aftur, og harfrá vóru tey bæði fyrstu settini vunnin. Men tað var ikki nakar stuttur dystur. Tey fýra settini sum spæld vóru, vardu í 107 minuttir, ella næstan tveir heilar tímar. Fyrsta sett vann Fleyr 15-9 og annað sett vunnu tær 15-8. Men so kom stígur í og triðja sett vann Dráttur 15-8, so nú var aftur spenningur í dystinum. Men tað eydnaðist to Fleyr við hepni at koppa Drátti. Í fjórða settið gekk ógvuliga javnt á, og hvørki av liðunum fekk loyvi til at rýma frá hinum. Tey fylgdust allan vegin, tó hevði Dráttur nøsina frammanfyri alla tíðina. Tað var enntá so, at Dráttur hevði nakrar settbóltar í øðrum settið, men ikki eydnaðist teimum at vinna, tí Fleyr kom aftur í aftur og vann 16-14 og harvið dystin 3-1. Skemtiligt, tí tað sama hendi í triðja setti í dystinum á Giljanesi, men bara við øvutum fortekni. Tá hevði Fleyr settbólt í triðja settið við støðuna 14-12, men tapti settið og dystin 3-0. Hjá Fleyr hevur tað óivað hjálpt, at spælararnir hava fingið síni gomlu pláss aftur. Ikki tí, hóast gingið hevur illa í hond, so hava teir yngru roynst væl, og teirra tíð skal nokk koma, kanska longu næsta ár hjá onkrum teirra. Tað er løgið við Drátti, tí ofta leika tær sum brandar á heimavølli, og onkuntíð kundi sæð út til, at tær kundu gingið á vatninum, um tú bað tær. Men tá tær leika á útivølli, so hilnast ikki so væl. Hvat tað er sum ger tað er óvist, men tað er onki at taka seg aftur í, at tær á liðnum hava fleiri góðar leikarar. So hava tær í ár havt góðan venjara eisini, so tað er at vóna fyri tær, at teirra úrslit koma næsta ár. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Petur Grønagarð fekk grótsteypið Dart: Petur Grønagarð vann kappingina, sum Strálan skipaði fyri næstseinasta vikuskifti Vikuskiftið 14. og 15. februar skipaði Strálan fyri kapping í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag. Leygardagin 14. februar var tvímansleikur, og kappaðust 14 pør. Vinnaraparið av hesi kapping varð Alvin Egholm og Suni Rasmussen úr Havnar Róðrarfelag. Teir spældu í finaluni móti Henrik Petersen og Poul Poulsen úr Havnar Dartfelag. Triðja plássið fingu Petur Djurhuus og Janus Jensen úr Íkast, og Finn Bærentsen og Regin Dalsgarð úr Havnar Róðrarfelag. Hendan dagin høvdu Alvin og Suni fægst pílar (16), og hægstan útgang høvdu eisini Alvin og Suni (170). Sunnudagin 15. februar var einmansleikur, og vóru 35 luttakarar. Finalan kom at standa millum Alvin Egholm (HR) og Petur Grønagarð (Argja Dartfelag). Petur vann kappingina og fekk hann tað stóra og vakra grótsteypið at hava í varðveitslu til næsta ár. Spælt hevur verið um tað seks ferðir av sjey, og er hetta aðru ferð, at Petur vinnur tað. Triðja plássið fingu Poul Poulsen (HD) og Suni Rasmussen (HD). Hægstan útgang hevði Albin Ísaksson (Argja Dartfelag) upp á 151, og fægst pílar hevði Jackie Joensen (Argja Dartfelag) upp á 14. Kappingin eydnaðist sera væl við stuðli frá Statoil, Føroya Bjór og Eilif Arge. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Bogaskjótikapping verið í Runavík Bogaskjóting: Kapping var í bæði recurve og compound í Runavík hetta vikuskiftið Sunnudagin 22. mars skipaði Ørvur fyri bogaskjótikapping í Runavík ­ einari mann-móti-manni kapping. Sum vera man er hetta eitt sera spennandi slag av kapping, og var tað einki undantak hesaferð. Í recurve-bólkinum komu hesi at skjóta í hálvfinalunum: Poul Martin Joensen og Rói Johannesen, og varð støðan 3-0. Hans Petur Højgaard og Annlott Rasmussen, støðan 3-0. Hvørt settið umfatar tríggjar pílar, og í hálvfinalunum er talan um 5 umfør, best av 5x3 pílum vinnur. Í bronsufinaluni og sjálvari finaluni verða skotin 7 umfør á 3 pílar, best av 7 vinnur. Bronsufinalan var millum Róa og Annlott, og vann Rói 4-0. Finalan var millum Hans Petur og Poul Martin. Her gekk javnt á, og í einum umfari var neyðugt við umskjóting, tí tað stóð á jøvnum. Endaliga støðan var, at Hans Petur vann kappingina 4-1. Í compound-bólkinum komu hesi at skjóta í hálvfinalunum: Albert Dam og Schandorff Vang, sum báðir vóru í finaluni í seinastu kapping. Aftur hesaferð var sera javnt, bert eitt stig í hvørjum umfari. Albert førdi 2-0, men tað eydnaðist Schandorff at koma upp á javnleik 2-2. Í seinasta umfarinum stóð á jøvnum, og umskjóting skuldi til, og vann Albert hana 10-9. Endaliga støðan 3-2. Í hinari hálvfinaluni skutu Per H. Andersen og Sigrid Vang. Eisini her var bert eitt stig á muni í hvørjum umfari. Sigrid førdi 2-0, men tað eydnaðist Peri at vinna trý tey næstu umførini og hálvfinaluna við 3-2. Neyðugt var við umskjóting í tí eina umfarinum. Bronsufinalan var millum Sigrid og Schandorff, og her gekk sera javnt á. Sigrid førdi 2-0 og 3-1, men Schandorff vann 4-3. Neyðugt var við fýra umskjótingum. Finalan var millum Albert og Per. Eisini her gekk sera javnt á. Millumstøðurnar vóru 1-1, 2-2 og 3-3. Seinasta umfarið vann Albert, so endaliga støðan gjørdist 4-3. Næstu kappingarnar verða í mars mánaði. Tá verða innandura FM-kapping og tiltikna R&N-kappingin, sum Rúsdrekka- & Narkotikaráðið hevur latið steyp til. Tað verður aðru ferð, at R&N-kappingin verður skotin, og hesa ferð verður hon í ítróttarhøllini í Vági leygardagin 28. mars. Í sambandi við kappingina fara bogaskjúttarnir at hava opið hús í ítróttarhøllini, har møguleiki verður fyri at fáa kunning og at royna seg sum bogaskjútti. Nærri verður kunngjørt um hetta seinni. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Kollfirðingar liggja best fyri Talv: Kollafjørður hevur bestu møguleikar fyri at vinna føroyameistaraheitið í talvi fyri lið. Seinasta umfar í liðkappingini verður komandi leygardag Liðkappingin í talvi líður nú móti endanum, og bert eitt umfar er eftir, áðrenn føroyameistari verður kosin. Og sum støðan er nú, liggur Kollafjørður best fyri at taka FM-heitið. Kollfirðingar hava 25 stig, tvey fleiri enn Havnin á øðrum plássi. Síðani eru tvey stig afturat niður til Klaksvík 1, sum hevur ein teoretiskan møguleika fyri at koma upp á sama stigatal sum oddaliðið. Men tað krevur so, at klaksvíkingar vinna øll fýra talvini móti júst kollfirðingum, sum teir telva ímóti komandi leygardag. Tað frættist, at Rani Nolsøe, sum hevur verið sera stinnur á 1. borði hjá klaksvíkingum, ikki fær verið við leygardagin, og tað má so metast at vera ein smeitur fyri bæði klaksvíkingar og ikki minst havnarmenn, sum vóna, at Klaksvík 1 kann taka stig frá kollfirðingum. Hinvegin frættist eisini, at teir báðir útlendsku telvararnir hjá kollfirðingum, sviin Tiger H. Persson og danin Steffen Pedersen, heldur ikki fáa verið við leygardagin, og um so er, viknar liðið hjá Kollafirði nógv. Í seinasta umfari, sum varð telvað næstseinasta vikuskifti, var toppdystur millum Kollafjørð og Havnina. Dysturin endaði javnur 2-2, og sostatt megnaðu havnarmenn ikki at minka um munin upp til kollfirðingar áðrenn seinasta og avgerandi umfar. Leygardagin telvar Havnin móti Streymi, sum liggur trygt á fjórða plássi uttan møguleika fyri at gerast føroyameistari, men eisini uttan fyri niðurflytingarvanda. Triði dysturin leygardagin er so botndysturin millum Klaksvík 2 og Vestmanna. Vestmenningar fingu ein rættiliga avsmurning seinast móti Klaksvík 1, meðan Klaksvík 2 fekk hálvtannað stig frá Streymi. Sostatt skulu vestmenningar vinna í minsta lagi 3-1 fyri at sleppa undan niðurflyting. Toftamenn best fyri í 2. deild Eisini í 2. deild er spenningur áðrenn seinasta umfarið. Tofta Talvfelag liggur fremst við 251/2 stigum, bert hálvtannað meir enn Kollafjørður 1, sum hevur 24. Og Havnin 2 hevur 23 stig, so her eru trý lið, sum stríðast um at flyta upp í 1. deild. Toftamenn, sum í løtuni hava júst sama lið sum fyri 15-20 árum síðani (Jens Christian Hansen, Helgi Joensen, Wensil Højgaard og Jústines Hansen), liggja tó best fyri og flyta væntandi upp. Í 3. deild verður finala millum Sandavág og Havnina um uppflyting til 2. deild. Fyrra finalan endaði við javnleiki, so her kann alt henda. Seinasta umfarið verður í ár spælt í B68-húsinum á Toftum. Hetta við, at allir dystirnir í seinasta umfari verða spældir á einum stað, hevur verið roynt í nøkur ár nú og hevur riggað væl. Hetta er eitt gott høvi hjá telvarunum at heilsa upp á hvønn annan og takka fyri kappingarárið. Steyp o.a. verða eisini handað her, og tá er lættast at hava øll liðini á einum stað. Hví stillar TJóðveldisflokkurin upp til fólkatingsvalið? Formaðurin í tingbólki Tjóðveldisfloksins ivast í, um flokkurin skal stilla upp til fólkatingsvalið, tí tað er so lítið høpi í at velja fólk á fólkating Við hesum sjónarmiði heldur Tjóðveldisflokkurin sínar veljarar fyri gjøldur, um hann stillar upp til Fólkatingsvalið. Formaðurin sigur, at landsins lógir mugu haldast, sjálvsagt, men tað stendur ongastaðni, at flokkar eru noyddir at stilla upp til fólkatingsval. Hevur Tjóðveldisflokkurin ikki eina stevnuskrá, sum er so greið, at teir vita, um teir skulu stilla upp til fólkatingsvalið ella ikki? Sum ikki einaferð roynir Tjóðveldisflokkurin at blása og hava mjøl í munninum samstundis. Tí heimastýrislógin gevur okkum føroyingum rætt til at stilla upp til Fólkatingsvalið, Tjóðveldisflokkurin góðtekur ikki heimastýrislógina, men stillar kortini upp til fólkatingsval, hvar er logikkurin? Spurningurin er so, hví stillar Tjóðveldisflokkurin upp til Fólkatingsvalið. Tá ið Tjóðveldisflokkurin metir, at tað er meiningsleyst at stilla upp til Fólkatingsval, kann tað bert vera av fíggjarligum ávum, at teir stilla upp. Eftir seinasta Fólkatingsval kundi Tjóðveldisflokkurin móttaka gott kr. 35.000,- um árið frá danska skattaborgaranum til politiskt virksemi. Tjóðveldisflokkurin vil so gjarna leggja størri fíggjarligar byrðar á tann føroyska skattgjaldaran við sínum yvirtøkum, teir vilja kappa á stokkinum helst einki hava við danskarar at gera, men á ið tað kemur til krónur og oyrir, so skal danski palliba gjalda. Finnleif Guttesen, Tvøroyri Flogvøllur Nú kjakið um flogvøll aftur er farið at spøkja, vil eg við hesum koma við nøkrum viðmerkingum. Hoyrdi í útvarpi og sjónvarpi garparnar Finnboga Ísakson og Bjarna Djurholm so avgjørdar siga íløgur í verandi flogvøll vera eina lappaloysn, tí verandi vøllur ongantíð fer at blíva nóg góður, sjálvt um vit fleiri ferðir hava hoyrt frá monnum, sum hava betri skil á flúgving, siga tað mótsatta. Einasti bági er, at vøllurin er í styttra lagi, hóast hann kann brúkast til flogførini, sum flúgva upp á Føroyar í dag. Tað hevði verið ynskiligt, at vøllurin bleiv longdur við 200-250 metrum, samstundis sum ein glíðivinkul verður gjørdur. Nú valár er, eru Finnbogi og Bjarni aftur farnir at tosa um framtíðar flogvøll og sjálvandi er tað besta plássið í Føroyum Glyvursnes! Men hetta er ikki so, tað vita teir báðir væl, tí sambært kanningum sum hava verið, er hetta ikki best egnaða plássið í Føroyum, men alt skal liggja so nær Havnini, so hjá teimum er ongin ivi, framtíðar flogvøllurin skal liggja á Glyvursnesi. Sjálvt um teir eru fullgreiðir yvir, at vit í Føroyum í dag nóg illa hava ráð at hugsa um ein nýggjan flogvøll, blíva teir við at sjabba um flogvøll á Glyvursnesi og royna við øllum snildum at forkoma eini útbyggjan av verandi flogvølli, sum vit saman við dønum hava møguleika at gera. Míni ráð til Bjarna og Finnboga skulu vera, at teir ístaðin fyri at tosa um nýggjan flogvøll, sum vit sjálvir skulu gjalda, - og tað hava vit ikki ráð til, tí landið er nóg skuldarbundið sum er - ístaðin leggja alla orku í at fáa niðurgoldið verandi skuld, og ikki bert hugsað um, at alt skal liggja so nær Havnini sum møguligt. Tað er ov stuttskygt at hugsa soleiðis. Mín vón skal tí vera, at løgmaður roynir at skunda undir loftferðslumyndugleikarnar, soleiðis at ein útbygging av verandi vølli kann verða sett í verk skjótast tilber. Til seinast fari eg at spyrja Bjarna Djurholm, hvat hann meinar við, tá hann sigur at ein nýggjur flogvøllur á Glyvursnesi kemur at kosta 500 milliónir og um hann kann siga kkum, hvør hevur gjørt hesa meting. Eru hetta bert tøl, sum eru tikin úr leysari luft? Tí tað kann ikki bera til, at ein løgtingsmaður bara skal koma við nøkrum tølum, sum allarhelst eru á heilt skeivari leið, tí niðanfyri 2,5 milliardir sleppa vit neyvan undan at gjalda fyri ein nýggjan vøll, við øllum, ið hartil hoyrir, sjálvt um hann verður bygdur á Glyvursnesi. ed. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Staturin og Danski Bank mugu samráðast um endurgjaldskarvið Alt bendir á, at danski staturin einsamallur noyðist at samráðast við Den Danske Bank um endurgjald fyri partabrævaumbýtið Fíggingargrunnurin verður, eftir grein í Børsen at døma, ikki við í samráðingunum, tá samráðingar um endurgjald frá Den Danske Bank, verða á skránni. Um so verður, fer staturin at samráðast við danska bankan um møguligt endurgjaldskrav, eins og staturin skal samráðast við Landsstýrið um avgjaldsskipan fyri føroysku uttanlandsskuldina. Tá Fíggingargrunnurin samráddist við bankan um partabrævaumbýtið í 1993, hevði grunnurin eisini løgfrøðiligu ábyrgdina. Henda ábyrgd hevur enn størri týdning, nú fyrningarfreistin er 22. mars í ár. Veruleikin er, at Fíggingargrunnurin hevur fingið greitt at vita frá Landsstýrinum, sum stovnaði grunnin, at Landsstýrið ikki vil hava ábyrgdina av møguligum samráðingum við den Danske Bank. Føroyingar leggja heldur ikki trýst á Fíggingargrunnin at fara undir hesar samráðingar, av tí at Landsstýrið metir, at endurgjaldskravið er mál millum danska bankan og stjórnina. Bíðar eftir svari Landsstýrið vendi sær til Fíggingargrunnin stutt eftir at bankakanningin kom, har biðið varð um at fáa donsku stjórnina at svara, hvørt stjórnin ynskti at grunnurin skuldi taka stig til samráðingar við bankan og um at leingja fyrningarfreistina. Danska stjórnin hevur ikki svarað Fíggingargrunninum. Tað er heldur ikki hugsandi, at stjórnin fer at biða Fíggingargrunnin taka stig til slíkt, tí hon hevur, síðani bankakanningin varð sett í verk, av sínum eintøkum tikið stig til ymisk mál. Danska stjórnin hevur í hyggu at seta seg í samband við Landsstýrið, og hevur eisini biðið kamaradvokatin kanna endurgjaldsspurningin, eins og politiski meirlutin í Danmark er sinnaður at lata stjórnina átaka sær hetta málið. Umframt tað, so hevur danska stjórin og Landsstýrið beinleiðis áhuga í at krevja endurgjald frá Den Danske Bank. Hinvegin hevur Fíggingargrunnurin ikki fíggjarligan áhuga í málinum. Annað, sum eisini setir Fíggingargrunnin í eina torføra støðu er, at Richard Mikkelsen, fyrrverandi formaður í grunninum, er fyri álvarsligum atfinningum í Grønborg-kanninginií samband við handfaringina av partabrævaumbýtinum. Landsstýrið førir fram, at teir yvirtóku bankan undir skeivum fortreytum, eitt nú eftir ráðum frá Richard Mikkelsen. Gagnligt fyri Føroyar Annað mál er, at Fíggingargrunnurin ongantíð undirskrivaði avtaluna um partabrævaumbýtið. Avtaln varð góðkend, men bert danska stjórnin og Landsstýrið skrivaðu undir. Tí er tað okkurt sum bendir á, at danska stjórnin einsamøll noyðist at samráðast Danske Bank. Børsen setir spurnartekin við, hvørt Føroyar standa sterkari ella veikari í hesum sambandi? Møguliga sterkari. Blaðið veit eisini at siga, at júst hetta er strategiin hjá føroyingum: Føroyingar krevja stórt endurgjald fyri partabrævaumbýtið og fyri tap í samband við yvirtøkuna. Fáa føroyingar ikki so nógv sum teir krevja, fara teir at krevja, at danski staturin rindar fyri ein part av uttanlandsskuldini. Tað týður samstundis uppá, at mótstøðan mótvegis Den Danske Bank herðist. Nyrup Rasmussen hevur sagt, at tilboðið frá Den Danske Bank um at gjalda føroyingum 200 - 250 mió. krónur, er alt ov lítið. Tjóðskaparfólk mugu standa saman Nógv hevur verið gjørt burtur úr einari veljarakanning, Dimmalætting gjørdi fyri kortum. Kanningin vísti enn einaferð eitt økt tjóðskaparrák í Føroyum. Ikki so løgið, tí nú er einaferð med alla staðfest, at tað hendir meira handan politiska tjaldið í Danmark, enn vit eru vitandi um. Danir eru ikki so góðir við føroyingar sum m.a. Nyrup, hansara harkalið og drotningin geva til kennar. Alt er ikki so ljósareytt. Núverandi politiska skipanin millum Føroyar og Danmark hevur spælt falitt, álitið er fokið. Men tíanverri kunnu vit ikki nýta økta tjóðskaparrákið í Føroyum til nakað sum helst, tí øvundsjúka, maktgirnd og klandur hava góð gróðrarlíkindi í okkara lítla oyggjasamfelag. Í staðin fyri at standa saman á tjóðskaparvonginum og fáa sum frægast burturúr, fer heldur ein spjaðing fram í løtuni. Á hinum vonginum, sambandsvonginum, hava politisku ljósasløkkjararnir góðar dagar. Lesið bara leiðararnar í Dimmalætting í seinastuni. Sum svar uppá tjóðskaparrákið ger Dimmalætting gjøldur burturúr, at Tjóðveldisflokkurin einki gott løgmansevni hevur. Dimmalætting skuldi heldur tikið í egnan barm og hugt nærri at núverandi løgmanni. Fyri kortum legði Tjóðveldisflokkurin uppskot fyri løgtingið um at yvirtaka fólkakirkjuna. Kjakið um fólkakirkjuna var á ógvuliga lágum støði, og aftur her merkti tú spjaðingina. Tú hevði varhugan av, at prestarnir ikki vildu missa tryggu donsku prestalønina, og at teir ikki hava álit á politikarunum. Teir hugsa sum so: Vit vita, hvat vit hava, men vit vita ikki, hvat vit fáa. Álvaratos, hvussu skulu vit føroyingar klára nakað sum helst, tá ið vit ikki kunnu gjalda fyri okkara egnu kirkju. Tað er skomm at lata danir gjalda fyri kirkjuna, og her mugu vit bara spegla okkum í til dømis Brøðrasamkomuni, sum mær vitandi fíggjar alt virksemið sjálv. Ein útvarpssending var eisini um fólkakirkjuna. At Lisbeth Petersen í sendingini einki annað hevði at bera fram, enn at tað kostar pening, kemur ikki óvart á meg. Men tú hevði roknað við, at Hans J. Joensen, biskupur, var meira tjóðskaparsinnaður, tá ið tað snúði seg um fólkakirkjuna. Eisini her var spjaðingin at hóma. Komi í hesum sambandi at hugsa um okkara løgreglufólk, sum einaferð í 80 árunum vóru í Sjónvarpinum og boðaðu frá, at nú vildu teir gerast føroyskir tænastumenn. Vit hoyra ikki eitt orð um hetta í dag, løgreglufólkini í Føroyum eru framvegis donsk tænastufólk. Hvussu ber hetta til? Fleiri politiskir flokkar vilja eisini hava ein bita av tjóðskaparrákinum í Føroyum. Fólkaflokkurin boðaði stutt eftir veljarakanningina frá, at nú var flokkurin fyri loysing. Nakrar fáar dagar seinni atkvøddi Fólkaflokkurin ímóti, at føroyingar sjálvir skulu gjalda fyri sína kirkju. Hetta er láturligt. Einasti fólkaflokstinglimurin, sum hevði eina greiða støðu um fólkakirkjuna, og sum atkvøddi fyri at yvirtaka fólkakirkjuna, var Eyðun Viderø. Meistarligar greinir frá hjartanum skrivaði hann um fólkakirkjuna. Fólkaflokkurin er í dag ikki so tjóðskaparligur, sum tá ið Hákun Djurhuus, Knút Wang og onnur ráddu fyri borgum í flokkinum. Zacharias Wang Um stutta tíð er fólkatingsval. Og aftur her síggja vit sundurlyndið og spjaðingina millum tjóðskaparfólk. Hvat í allari víðu verð er meiningin hjá Zachariasi Wang einsamallur at stilla upp til eitt fólkatingsval. Er tað fyri at reypa sær av, at einir 1000 føroyingar halda nógv um hann. Er Zacharias Wang so góður tjóðskaparmaður, sum hann gevur til kennar, so skal Zacharias Wang á Tjóðveldislistan. Har hevur hann nógv betri møguleikar at koma í fólkatingið. Mær vitandi er Zacharias limur í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. Er Zacharias ónøgdur við eitthvørt í flokkinum, so er at møta á fundi og fáa hetta broytt, Føroyum til frama. At spæla fornermaður er eingin leið at ganga. Tíðin er komin, at tjóðskaparfólkini í Føroyum finna saman. Vit kunnu ikki longur liva við, at tá ið Fólkaflokkurin leggur eitt mál fyri tingið, so atkvøður Tjóðveldisflokkurin ímóti, og tá ið Tjóðveldisflokkurin leggur mál fyri tingið, so atkvøður Fólkaflokkurin ímóti. Hetta er sum at vera til fótbóltsdyst í Gundadali millum HB og B36. Tað er eingin vón fyri framman, uttan at tjóðskaparfólkini finna saman. Las einaferð í donskum blað, at ein lektor skilti ikki, at føroyingar vóru so spjaddir tjóðskaparliga. Føroyingar høvdu staðið nógv sterkari mótvegis dønum, og Nyrup og hansara fólk høvdu havt nógv meiri virðing fyri føroyingum, um føroyingar stóðu saman. Vónandi hevur unga ættarliðið eina kollveltandi uppfatan um viðurskiftini við Danmark. Seinastu veljarakanningarnar bera tíbetur boð um hetta. Vagnur Michelsen Ein skammilig gáva Týsdagin 10. februar fylti Havnar Sjónleikarfelag 80 ár. Føðingardagurin varð hildin leygarkvøldið 14. februar við eini afturlítandi sýning fyri limum og gestum. Vegna Tórshavnar býráð fekk eg á tí eftirfylgjandi veitsluhaldinum høvi at siga nøkur orð. Í hesum sambandi handaði eg formanni felagsins eitt gávubræv frá býráðnum áljóðandi kr. 5.000. Í tvíbýttari oddagrein mikudagin 18. februar finst Sosialurin í øðrum parti harðliga at støddini av gávuni. Yvirskriftin ljóðar "Býráðið eigur at skamma seg". Sosialurin hevur - eftir fyrst at hava gjørt vart við tanna stóra týdning, sum Havnar Sjónleikarfelag og Sjónleikarhúsið hava havt og framvegis hava - hesa viðmerking til gávuna: "Og tað átti Tórshavnar býráð at kunna takka felagnum fyri við eini veruligari gávu. At geva felagnum ein kekk við 5.000 krónum er ein so stór skomm, at tað hevði verið betri ógjørt". 80 ára dagurin hjá einum av býarinnar fremstu mentanarfeløgunum er ein stórur dagur - víst so - og nógv varð eisini gjørt burturúr. Ikki veit eg, hvussu stór gávan frá býráðnum átti at verið á tí runda degnum, skuldi hon verið hóskandi, men smbt. Sosialinum var hon altso ov lítil, alt ov lítil. Ja so skammiliga lítil, at hon ikki átti at verið latin. Tíverri verður einki sagt um, hvussu stór ein hóskandi gáva er. Sosialurin endar tó oddagreinina við at samanbera við eina aðra gávu, sum býráðið hevur latið einum ítróttarfelag: "Men hvat, henda upphæddin er jú helvtin av tí, sum Føroya-meistarin í fótbólti fekk í fjør, so tað er helst í samljóð við okkara mentanarpolitikk!" At Havnar Sjónleikarfelag á 80 ára degnum fekk 5.000 kr. og B-36 10.000 kr., tá ið teir í fjør gjørdust Føroya-meistarar, sigur smbt. Sosialinum nakað um mentanarpolitikkin í kommununi. Her haldi eg, at Sosialurin fer skeivur. Tað ber ikki til at siga nakað um mentanarpolitikk Tórshavnar býráðs við at samanbera hesar báðar gávur. Onkur kundi fingið ta fatan, at gávan er einasti stuðul, sum kommunan letur sjónleikinum í Havn. Men so er ikki, og tað langt ífrá. Fari eg at upplýsa um fylgjandi (sum eg eisini loyvdi mær at gera í føðingardagsrøðuni). Stuðul til rakstur Havnar Sjónleikarfelag fær á hvørjum ári kr. 350.000 í rakstrarstuðli. Hans Andreasar hús, har m.a. MáF heldur til, er ogn kommununar. Umframt at felagið hevur fingið hesi hús ókeypis til taks, rindar kommunan ymsar húsaútreiðslur (tó ikki ljós og vanligt viðlíkahald). Fyri eina ordans skyld skal eg nevna, at eitt annað sjónleikarafelag er í Havn, nevniliga Gríma (Leikarafelag Føroya). Í nøkur ár hevur Gríma ókeypis havt innivist í einum kommunalum bygningi, nevniliga niðastu hædd í Margarinufabrikkini í Tórsgøtu, og hevur kommunan eisini goldið allar húsaútreiðslurnar (uttan vanligt viðlíkahald). Undir vegleiðing o.a.m. frá byggiumsiting býráðsins er Gríma nú sjálv farin í holt við eina størri útbygging, nevniliga í niðastu hædd í Meiarínum - sum heilt ella partvíst verður til taks hjá bólkinum - og í tí samanbygda síðubygninginum, har nýggi leiksalurin skal verða. Sáttmáli er skrivaður, sum í hvussu so er fyribils letur Grímu hesi høli undir nakað somu treytum sum teimum núverandi. Tó tryggjar býráðið sær ávísan nýtslurætt, so eitt nú føroyskur dansur kann hava innivist har einstakar dagar í árinum, eitt nú á Ólavsøku. Stuðul til bygging Til umbyggingina av inngongdini í Sjónleikarhúsinum letur kommunan triðingin, t.e. 335.000 kr av einari góðari mió. Til leiksalsbyggingina í Tórsgøtu hevur kommunan - eftir sjálv at hava gjørt ymisk forarbeiði og umvælingar - latið kr. 480.000, so savnaði stuðulin eisini her svarar til uml. triðingin, t.e. 580.000 kr. av 1.74 mió. Annar stuðul Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs letur eftir umsókn 5.000 kr. til hvønn leik, ið kemur á pall. Eisini verður stuðul latin til annað virksemi knýtt at sjónleiki, eitt nú luttøku á skeiðum, umframt at gestandi leikstjórar o.tíl. í ávísan mun kunnu fáa ókeypis innivist í Heinesens húsum. Sæð í hesum ljósi, haldi eg ikki, at føðingardagsgávan uppá kr. 5.000 var so skammiliga lítil, at hon ikki átti at verið latin. Í øllum førum ber ikki til at siga nakað um mentanarpolitikk Tórshavnar býráðs við støði í hesi gávu. Eftir mínum tykki er Sosialurin lopin framav í hesum máli. Klæmint Olsen formaður í menta- málanevnd Tórshavnar býráðs Leo Poulsen Macintosh 20 ár á baki Í sambandi við føðingardagin hevur fyritøkan framleitt eina serliga jubileumsteldu, sum má sigast at vera fleiri ár framman fyri sína tíð Tað finnast tvey sløg av teldum. Teir vanligu PC'arnir - og so Macintosh. Apple Macintosh hevur heilt frá byrjan skilt seg út frá hinum PC'arunum við sínum lætta og brúkaravinarliga uppbygningi. Har tú á einum PC'ara skuldi brúka eina rúgvu av ymiskum teknum og log-in'um fyri yvirhøvur at fáa telduna at starta, hevði tú beinanvegin skriviborið framman fyri tær á eini Macintosh. Tað vísti seg eisini skjótt, at innan fyri professionelt brúk gjørdist Macintosh tann førandi, tó at vanligi brúkarin á ongan hátt bleiv gloymdur. Serliga innan blaðútgávu og annað tílíkt verður einki annað nýtt enn Macintosh, og bæði tey stóru bløðini í Føroyum verða gjørd á hesum teldum. Fyritøkan var annars komin í trupulleikar við mongum stjóraskiftum og sølutølini gingu stútt niður á bakka. Men nú er vend komin í, og sølan økist við risafetum. Serliga er hetta nýggju telduni G3 fyri at takka. Fyri sína tíð Í sambandi við 20 ára dagin hjá fyritøkuni, hevur Macintosh framleitt eina teldu, sum á fleiri økjum má sigast at vera framman fyri sína tíð. Ikki minst sjálvt design'ið er framtíðarkent. Við fyrsta eygnabrá líkist hetta einumhvørjum framkomnum ljóðtóli frá B&O. Stóri skíggin avdúkar tó skjótt, at her er talan um eina teldu. Teldan er fløt, undir 10 sm. í tjúkd, og sniðið er framúr vakurt. Teldan er sjálvandi útgjørd við allari tí mest framkomnu tøknini, ið finst. Og her má ljóðið nevnast. Spælir tú tónleik í telduni ljóðar tað sum fínasta stereo-anlegg. Serliga leysa bass-eindin gevur ein heilt serstakan klang, sum ikki stendur aftanfyri áðurnevndu anlegg. Harðdiskurin er 2GB og teldan hevur rúm fyri upp til 128 MB ram. Her er veruliga talan um eina teldu, ið má roynast. Og tað ber til, tí myndin er tikin uppi hjá Farodane, ið umboðar Apple Macintosh. Tekstmaskinan Pro Pilot ikki fyri nýbyrjarar Flight Simulator hjá Microsoft er framvegis einaráðandi í luftini. Nýggja Pro Pilot frá Sierra gevur bert avmarkaða avbjóðing Flúgvieftirgerðar spøl eru millum tey fyrstu og mest seldu telduspølini. Flight Simulator hjá Microsoft hevur í skjótt 15 ár verið einaráðandi í luftini, men nú roynir Sierra við eftirgerðini Pro Pilot at bjóða teimum av. Tað eydnast tó ikki. Pro Pilot er langt frá eitt vánaligt spæl, men á avgerandi økjum stóð tað ikki mát. Ógvuliga veruleikakent Flúgvieftirgerðarspøl eru tað slag av spølum, har tað ikki røður um at útføra eina hernaðarliga uppgávu, men har ein skal stýra sivilum sportsflúgvarum ella minni jetmaskinum gjøgnum ógvuliga veruleikakendar eftirgerðir. Alt frá tólum , radiosambandi og navigatión til flogvøllir og landsløg eru gjørd í minstu smálutum. Tey bestu spølini fara so í smálutir, at tey kunnu nýtast í undirvísingini á byrjunarstøði til flúgving. Vakurt design Pro Pilot hevur 5 ólík flúgvarasløg, tað eina meiri útbygt enn tað næsta. Nærum alt kann stýrast, veðrið, dagur ella nátt og hvussu væl flúgvarin er at handfara og líta á. Innstillingargluggarnir eru betri gjørdir og vakrari á at líta enn í Fly Simulator hjá Microsoft. Ein serlig finessa við Pro Pilot er eitt ógvuliga útgreinað kort yvir flogvallir í USA, loftfýrar og annað viðkomandi. Lutirnir eru merktir við smáum prikkum, sum til ber at zooma inn og út, og til ber somuleiðis at flyta flúgvaran frá einum stað til annað bert við at hála hann higar. Tað er snilt og lætt. Fyri tey royndu Tað er hinvegin ikki lætt at flúgva við flogførunum hjá Sierra. Forritið vantar eina røð av interaktivum lærureglum, har ein stig fyri stig lærir at stýra flúgvaranum. Lærureglirnar eru har, men liggja á eini CD fyri seg sjálvan. Har sæst, hvussu ein skal gera, men ikki ber til í stundini at royna tað ein sær. Og tað at fara á flog, er nakað heilt fyri seg. Tú setur ikki bara ferð á sum í Fly Simulator. Tú skalt fyrst gjøgnum eina longri søgu. Lata upp fyri bensintilførslinum, kanna battaríini, seta motorarnar í gongd, ein í senn og mangt annað, áðrenn tú fært sett ferð á. Tá tú hevur verið ígjøgnum alt hetta økist kenslan av at sita í einum stýrhúsi á einum flúgvara, men tað tekur tíð at koma so langt. Framferðarhátturin stendur ikki í manualinum, men í einum lista, sum ein væl at merkja ikki kann síggja, tá ein skal fara á flog. Grafikkurin Verðin uttanfyri stýrihúsið byggir á teldugjørdan grafikk, sum fyri tað mesta merkir vakrar myndir við djúpd og perspektivi. Men hellur tú flogfarinum fer strandalinjan lættliga at líkjast fjallatoppum, og kemur tú ov nær jørðini, verður alt alt ov skjótt til smáar fýrakantar. Og tíverri er spælið gjørt til eina skíggjaupploysn uppá 640x480 punkt og 256 litir, og tað undirstuðlar heldur ikki 3D korti. Pro Pilot setur ikki stór krøv til telduna. Tað er nóg mikið við einum Pentium 90 við Windows 95, 16 MB ram og pláss fyri 60 MB á harðdiskinum. Tekstmaskinan Fjákut ævintýr H. C. Andersen má finna seg í mongum. Livandi ævintýr fylt við fjákutum íkasti, sum einast ørkymlar Fleiri av telduspølunum til smá børn avmarka seg til at vera interaktivar søgur, ið eru ein røð av myndum, og har børnini skulu klikkja á eina rúgvu av lutum ymsastaðni á síðuni. Myndirnar kunnu vera meiri ella minni livandi, og eisini kunnu finnast smá spøl, sum børnini skulu spæla. Tað kann gerast væl. Eitt gott dømi er røðin Magic Tales frá Davidson, har vit m.a. kenna ævintýrið um Hin Lítla Samurain. Ein ógvuliga vøkur søga, sum børn frá trý ára aldri njóta. Men tað kann eisini gerast illa. Eitt syrgiligt dømi um hetta er Livandi ævintýr frá skúlaforlagnum Orfeus. Pínliga fjákut Livandi ævintýr er ein røð um ævintýrini hjá H. C. Andersen. Tvær CD-rom'ir við í alt 5 ævintýrum eru útkomnar; tær eru Svinedrengen, Den grimme ælling, Den standhaftige tinsoldat, Fyrtøjet og Prinsessen på ærten. Ævintýrini eru á seks ymiskum málum, so tey kunnu nýtast í málundirvísingini. Hvørt ævintýr er gjørt av nøkrum heilt fáum myndum og einum teksti, sum veður lisin upp. Til ber at velja, um ein ynskir at síggja tekstin á skíggjanum ella ikki. Tá teksturin er lisin, ber til at klikkja á ymsar lutir og vita hvat hendir. So langt, so væl. Tekstirnir eru teir upprunaligu, upplesturin ikki serliga spennandi, men kortini á eini leið. Tað nógva óvæntaða, sum til ber at klikkja fram allastaðni, eru harfyri pínliga fjákut. Hetta er ein misskilt roynd at gera ævintýrini hjá H. C. Andersen spennandi fyri nýmótans børnum. Verður klikt á prinsin í Prinsessen på ærten, verður hann til ein punkara, verður klikt á ein vasa, kemur ein dukka fram, hermaðurin fer at hoppa band við leinkjuni, sum hundurin hevur um hálsin, tá klikt verður á hundin í Fyrtøjet, o.s.fr. Ógvuliga skemtiligt kanska, men tað hevur einki við søguna at gera. Meiningsleyst Teir nógvu klikkbaru lutirnir siga púrt einki, geva einki nýtt. Teir ørkymla og órógva í staðin, og tað var vælsaktans ikki meiningin. Og hvat skulu vit í grundini við øllum multimedia, um tað ikki skal gera søgurnar meiri spennandi enn tær upprunaligu. Ger tað ikki upplivilsi stuttligari og meiri avbjóðandi enn at flyta millum sv-rásirnar, so er ein góð bók og ein lenistólur heilt greitt at viðmæla í staðin. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Vónin kunningarfund á Hafnia um aliútgerð Mánadagin hevði P/F Vónin kunningarfund á Hotel Hafnia um útgerð til alivinnuna og um aling í Noreg Mánadagin skipaði P/F Vónin fyri kunningarfundi á Hotel Hafnia. Skráin fyri fundin var: >>Útgerð til alivinnuna, og aling í Noreg<< og í hesum sambandi hevði Vónin fingið fólk frá norskum fyritøkum hendavegin at greiða frá. Umboð vóru frá tveimum fyritøkum, Helgeland Plast A/S og Refa A/S. Harumframt var Helge Nilssen eisini í ferðalagnum úr Noregi. Helge Nilssen hevur verið alari síðani 1981 og er fyrrverandi formaður fyri norska alarafelagnum. Helgeland Plast kunnaði um teir nýggju PlastCirkel plastringarnar. Hesir ringar eru sera sterkir og verða nýttir um allan heim. Tað nýggjasta produkti av hesum slag er ein aliringur sum kann dykka 5 metur undir vatnskorpuna. Í tíðindaskrivinum sigur Vónin, at hetta er hent, tá ringt er í veðrinum. Hetta er eisini gjørt fyri at verja ringarnar móti ísi og algum í sjónum. Refa greiddi frá um eitt nýtt knútaleyst net, umframt at Refa kunnaði alararnar um nýggjar hættir at gera nótir uppá, so at alarar kunnu spara rættiliga fitt av peningi. Helgi Nilssen kunnaði um aling í Noreg, fyrr og nú. Um tekniska útgerð, effektivitet, fóðringshættir og marknaðarføring Jan Müller Alneyðugt við dyggari eftirlønarskipan ORÐASKIFTIÐ á tingi um uppskotið til sosialar pensiónir avdúkaði til fulnar, at vit hava ongan samanhangandi eftirlønarpolitikk. FLESTU flokkar ásannaðu fyri nógvum árum síðani, at fólkapensiónin er ikki nóg mikið. Framtíðar samfelagið hevur heldur ikki orku til at bera eina veruliga fólkapensión, tí talið av gomlum verður lutfalsliga stórt. Hetta var eisini orsøkin til, at landsstýrismaðurin í almanna-málum, Vilhelm Johannesen, í áttatiárunum lat uppskot gera um eina samhaldsfasta eftirlønarskipan, sum Løgtingið samtykti. >>Samhaldsfasti<< byggir á samhaldsfesti. Tað merkir, at skipanin er solidarisk. Allir løntakarar og allir arbeiðsgevarar skulu gajlda ein ávísan prosentpart av lønini í ein eftirlønargrunn og allir løntakarar fáa somu upphædd útgoldna, líka mikið hvat ið inngjaldið er. HETTA er mikið gott, men >>Samhaldsfasti<< bleiv ongantíð tað, hann skuldi. Partvíst er inngjaldið ikki hækkað, sum ætlanin var. Harafturat minkaðu lønarútgjaldingarnar nógv, tá búskaparkreppan tók okkum av fóti. Hetta eru orsøkirnar til, at útgjaldið er alt ov lítið ídag, hóast allur bati bøtir. Heldur ikki hevur skipanin ikki fingið ta neyðugu politisku undirtøkuna. Fólkaflokkurin tekur sjálvsagt ikki undir við eini solidariskari skipan og Sambandið hevur verið >>lunkað<<. SKIPANIN er góð, og var inngjaldið hækkað upp í eini 5-6 prosent, ella meiri, sum er tað vanliga, fólk gjalda til eftirlønarskipanir, so hevði útgjaldið verið hægri. Hevði peninganøgdin í grunninum verið størri, hevði verið meiri peningur at arbeiða við. Orsøkin til, at Havnar Arbeiðsmannafelag kann gjalda sínum limum upp í 3.500 kr. um mánaðin er, at grunnurin lænir pening út og á henda hátt hevur góðar rentuinntøkur. JAVNAÐARFLOKKURIN hevur hildið, at >>Samhaldsfasti<< í høvuðsheitum er ein góð skipan, men at skipanin skal hava ábøtur. Inngjaldið má eisini hækkast, so útgjaldið verður størri. Á hinum nógnum hevur Fólkaflokkurin skotið upp eina >>Fólkatrygging<<, sum ikki byggir á samhaldsfesti, solidaritet. Fólk gjalda inn eftir førimuni, men útgjaldið verður í mun til inngjaldið. HETTA merkir, at tey, sum hava bestu inntøkuna í arbeiðsárum, eisini skulu fáa mest í ellisárum. Fólk, sum ikki hava so nógv vinnuligt arbeiði, t.d. í smábygdum, fáa tískil lítið og einki úr sonevndu >>Fólkatryggingini<<. Eftir fólkafloksuppskotinum skal tað almenna spjaða til hjá hesum 2. floks-borgarunum. FÓLKAPENSIÓNIN í dag er alt ov lítil, og føroyski veljarin eigur ídag at krevja, at politisku flokkarnir taka hetta málið í størri álvara enn higartil. Víst hava øll møguleika at tekna sínar egnu kapitaltryggingar við skattafyrimuni, men vit mugu eisini hava eina grundleggjandi eftirlønarskipan. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Hvassur vindur ella skrið av útsynningi og stundum regn,, men mitt á degi tó yvirhøvur turt. Hitin fellur niður í 4 til 7 stig. Veðrið hósdagin: Fyrst hvassur vindur av útsynningi og regn, men út á dagin hækkar hann upp í útnyrðing og norðan og tað klárar í, tó ælingur, partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin fellur til um frostmarkið. Veðrið fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin: Hvassur vindur av norði opg útnyrðingi og sólglottar, men eisini kava- ella heglingsælingur. Hitin fellur niður millum frostmarkið og 5 kuldastig. Í gjár: Eitt lágtrýst í landnyrðing eystan úr Hvarvinum fer í landnyrðing gjøgnum Grønlandsfjørðin og brúgvalagið haðani er við at fara um Føroyar. Í dag: Tað lýggja veðrið við nógvum vindi verður enn einar tveir dagar, men hósdagin kemur hann høgt, so hitin móti vikuskiftinum fellur niður um frostmarkið. Áki Bertholdsen Skúlabørn planta trø Eitt samstarv hevur tikið seg upp ímillum skúlabørn í Havn og skúlabørn í íslendska høvuðsstaðnum, Reykjavík. Ætlanin er, at skúlabørn í Reykjavík skulu skera stiklingar av ymsum pílatrøum, sum síðani skulu sendast til Føroya, her skúlabørn í Havn skulu seta teir niðuraftur. Torfinn Smith í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs sigur, at leitað verður nú eftir hóskiligum stað at planta trøini. Ein møguleiki eru at planta tey í Havnardali. Tað verða helst børn í Venjingarskúlanum, sum sleppa at planta trøini. Býráðið hevur samtykt ætlanina Hósdagur 26. februar 1998 Oljufeløg bjóða føroyingum upplæring Oljusamtakið >>Faroes Partnership<< fer nú undir eina roynd at bjóða føroyingum starv og upplæring innan fleiri fakøki í eitt ávíst tíðarskeið. Danska Dong bjóðar í lýsing í blaðnum tveimum føroyingum sokallað >>trainess-størv<< Nú oljuleitingin nærkast Føroyum alt meira vísa útlendsk oljufeløg føroyskari arbeiðsmegi størri og størri áhuga. Fleiri av oljufeløgunum hava longu sett føroyingar í starv, meðan onnur dúva meira uppá at útvega ungum føroyingum útbúgvingarpláss. Faroes Partnership Nú oljulóggávan er veruleiki og lagt verður upp til at fáa útlendsku oljufeløgini at brúka føroyskar vørur og tænastur, síggja fleiri av oljufeløgunum hetta sum eitt kærkomið høvið til at útbúgva føroyingar til at kunna arbeiða í oljuvinnuni. >>Faroes Partnership<<, ið er eitt av oljusamtøkunum, ið er virkið á føroyska økinum, ætlar ikki at halda seg aftur í so máta. Í blaðnum í dag lýsir eitt av oljufeløgunum í hesum samtakinum, DONG, eftir føroyingum, sum kundu hugsað sær at fingið fyribils arbeiði og upplæring. DONG arbeiðir saman við Amerada Hess, Lasmo og Norsk Hydro, tá talan er um at vera við í tí fyrstu føroysku útbjóðingini. Johan Mortensen, umboðsmaður hjá teimum fýra oljufeløgunum, sigur, at samtakið sær tað sum eina av sínum fremstu uppgávum at fáa føroyingar at vísa oljuvinnuni áhuga. - Skal oljuvinnan festa røtur í Føroyum, so er tað sanniliga eisini brúk fyri føroyingum í hesi vinnu. Tað er m.a. við hesum fyri eygað, at feløgini í samtakinum hava gjørt av at taka føroyingar inn til upplæring á ymiskum økjum innan oljuvinnuna. Talan er um sokallað >>trainees<< arbeiði, har serstakliga fólk undir útbúgving kunnu fáa starv hjá einum av feløgunum í eina ásetta tíð. Vilja liva upp til andan í oljulóg Johan Mortensen sigur, at hetta verður gjørt fyri at loyva føroyingum at snodda til hesa nýggju vinnuna og síggja, hvat hon hevur at bjóða. Hann vísir á, at samtakið við hesum eisini fegið vil liva upp til andan í nýggju oljulógini um, at útlendsku oljufeløgini í mest møguligan mun brúka føroyska arbeiðsmegi, vørur og tænastur. Hetta er so eisini ætlað sum hjálp til sjálvhjálp, tí tann dagin føroyingar hava nógv vælútbúgvið fólk innan oljuvinnuna, verða møguleikarnir fyri at fáa arbeiði helst nógvir, vónandi í Føroyum men undir øllum umstøðum úti í heimi. - Oljufeløgini meta hetta sum eina skilagóða íløgu í framtíðina. Sjálvandi skal tað eisini tryggja teimum dugnaliga og góða arbeiðsmegi, men endamálið er fyrst og fremst at liva upp til ynskið um at fáa útbúgvið og lært upp fólk í tí øki, sum feløgini arbeiða í. Dong leggur fyri Í lýsing í blaðnum í dag leggur danska oljufelagið Dong fyri við at bjóða føroyingum, ið útbúgva seg innan fleiri ymisk fak, fyribils starv í fleiri av deildum sínum. Talan er um fólk, sum fáa sær útbúgving sum geologar og geofysikarar, reservoirverkfrøðingar, oljuverkførðingar, búskaparfrøðingar, løgfrøðingar og fólk, ið útbúgva seg innan góðskustýring og umhvørvi. Sum skilst kann eitt slíkt fyribils arbeiði hjá DONG og seinni eisini hjá hinum feløgunum í samtakinum, verða atgangsbilettin til altjóða oljuverðina. Tað er ikki óhugsandi, at føroyingar, sum fáa fótin innan fyri hjá td. Dong, verða við í arbeiðinum, tá Dong saman við øðrum oljufeløgum fer undir at bora eftir olju í Grønlandi í summar. Eisini til Falklandsoyggjarnar! Operatørfelagið í føroyska samtakinum er Amerada Hess. Hetta felagið hevur sum er sett ein føroying í fast arbeiði. Tað er Ben Arabo. Haraftrat hava tvær kvinnur, onnur útbúgvir seg til jarðfrøðing og hin til eksportteknikkara, fingið hálvt ára starv hjá felagnum í ávikavist London og Aberdeen. Johan Mortensen sigur, at nú samtakið er farið at bjóða føroyingum >>trainees-arbeiði<< er ikki óhugsandi heldur, at teir koma at fáa tilknýti til oljuleiting í øðrum økjum av heiminum heldur eins og dømi við Dong og Grønlandi er tað. - Tað kundi m.a. verið áhugavert hjá føroyingum at verið við, nú tá fyrsta oljuboringin nakrantíð fer fram við Falklandsoyggjarnar. Hóast hetta er í hinum partinum av knøttinum, so eru viðurskiftini við Føroyar og Falklandsoyggjarnar sera meinlík. Lasmo og Norsk Hydro, sum eisini eru við í samtakinum, eru somuleiðis sera virkin feløg, sum arbeiða eitt nú í Norðsjónum, í Indonesia, Venzuela og Kanada fyri bert at nevna nøkur av økjunum. Eisini onnur oljufeløg, sum hava áhuga fyri føroyska økinum, royna at seta føroyingar í arbeiði. M.a. hava tey bæði norsku oljufeløgini Statoil og Saga gjørt nógv burtur úr í so máta. Sohvørt oljuleitingin nærkast á føroyska landgrunninum, er eisini hugsandi, at uppaftur fleiri feløg fara at vísa hesum ans. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útvarpsnevndin: Somu gerðabók í 41 ár Tann fyrsta útvarpsnevndin hevði fyrsta fund sín tan 8. desember í 1956, og vóru nevndarlimirnir tá: Djóni í Geil, Sjálvstýrisflokkurin Richard Long, Fólkaflokkurin, D. P. Danielsen, Tjóðveldisflokkurin Trygvei Samuelsen, Sambandsflokkurin Jákup Frederik Øregaard, Javnaðarflokkurin. Úr gerðabókini sæst, at allir nevndarlimirnir uttan Øregaard vóru á fundi. Fyri útvarpið var Hjørdis Thomsen á fundi og fyri landsstýrið Edvard Mitens, landsstýrismaður. Fyrsta málið á skránni var, at Edvard Mitens greiddi frá útvarpsmálinum og síðan legði Hjørdis Thomsen fram uppskot til fyribils almenna útvarpsskrá og uppskot til fyrilestrar, tónleik o. a. fyri tíðarskeiðið 2. februar til 2. mars 1957. Nevndarlimirnir hildu, at uppskotið var eitt gott grundarlag, og semja var um, at útvarpstíðin gerandisdagar skuldi vera 1220-1250 og seinnapartar 1830 - 1915, og sunnudagar verður útvarpstíðin kl 1500 - 1545, alt fyribils, varð lagt afturat. Bygdatíðindi skulu vanliga sendaast seinnapartin. Sunnudagsútvarpið skuldi verða prædika annan hvønn sunnudag antin tikin á band frá Havnar Kirkju ella prædikur, inntalaðar av prestum. Hinar sunnudagarnar verða send barnaútvarp, ynskikonsert o. t. Skrivað undir gerðabókina frá fyrsta fundi hava Richard Long, Djóni í Geil, Trygvi Samuelsen, D. P. Danielsen, Hjørdis Thomsen og Edward Mitens Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Frískúlar í øllum norðanlondum Málið hevur verið til 1. viðgerð og er sent út til hoyringar í teimum ymisku bólkunum í Norðurlandaráðnum. Tað er konservativi bólkurin í Norðurlandaráðnum, sum hevur lagt uppskotið fram Jørgen Niclasen, sum er ein av uppskotsstillarunum sigur, at tað má vera mál hjá øllum politikarum at geva fólki møguleikar til sjálvi at velja á so nógvum økjum sum gjørligt. Í demokratisku grundhugsanini hava norðurlendsku londini altíð verið undangongulond, og nú er tíðin komin at taka næsta stig, nevniliga, at geva foreldrum rættin til frítt at velja skúlar til síni børn og at skipa fyri, at frískúlar verða settir á stovn, so hesin møguleiki verður veruleiki, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur eisini, at hetta fer at motivera skúlarnar at gerast upp aftur betri, og saman við tí, at allar familjur í norðanlondum nú kunnu velja frítt, og hetta má verða málið hjá øllum politikarum demokratisins. Tí hevur konservativi bólkurin í Norðurlandaráðnum sett uppskot fram um eina norðurlendska frískúlakonvensión, sigur Jørgen Niclasen. 4 bólkar Konservativi bólkurin hevur heitt á Norðurlandaráðið um at skjóta upp fyri stjórnunum í norðanlondum, at í øllum londum verður arbeitt við at geva foreldrum rætt til frítt at velja skúlar til síni børn og at frískúlar verða settir á stovn og at teir fáa fíggjarligar karmar at virka undir, so støðið í frálæruni verður so høgt sum tilber. Konservativi bólkurin í Norðurlandaráðnum er umboðaður av Moderata Samlingspartiet í Svøríki, Føroyska Fólkaflokkinum, Høgraflokkinum í Noregi, Konservativa Fólkaflokkinum í Danmark, Samlingspartiet í Finnlandi og Sjálvstýrisflokkinum í Íslandi. Í Norðurlandaráðnum eru fýra bólkar: Tann konservativi bólkurin, Miðbólkurin, Sosialdemokratiski bólkurin og Vinstrasosialistiski bólkurin. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Atlantsflog fer til eftirlit Flogfarið hjá Atlantsfl fer í næstu viku til eftirlit, og hesa ferð verður støðgurin longri enn vanligt, tí nýggj navigatiónsútgerð, sum byggir á GPS skipanina, skal setast í flogfarið Á verksmiðjuni hjá Jersey European Airways í Exeter í Bretlandi - sum hevur 10 flogfør av sama slag sum Atlantsflog - eru teir serkønir í slíkum uppgávum, og tí fer flogfarið hjá Atlantsflog hagar mánakvøldið 2. mars og kemur aftur í flúgving 10. mars. Avtala er gjørd við Maersk Air, at teir í tíðarskeiðinum frá 3. mars til 9. mars røkja flúgvingina millum Føroyar og Danmark Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Stór gáva til nýggju kaffistovuna hjá Bláa Krossi Seinnapartin í gjár fekk Blái Krossur í Føroyum handaðan kekk uppá kr. 90.000 frá Blákross-stuðlum Blái Krossur í Føroyum kallaði inn til tíðindafund seinnapartin í gjár. Orsøkin var, at stuðulsbólkurin hjá Bláa Krossi skuldi handa felagnum ein kekk uppá kr. 90.000. Stuðulsbólkurin hevur seinastu trý-fýra árini regluliga havt bingo. Í byrjanini hildu tey bingo annaðhvønn týsdag. Tað varð seinni flutt til fríggjadag, men tá ið sjónvarpið byrjaði við Gekkinumvar bingorøðin flutt til eitt hóskvøld og ein sunnudag um mánaðin. Tað eru tær tíggjar, Elin Reinert Planck, Magny Petersen og Marjun Mortensen sum myndað stuðulsbólkin, men tær hava fingið góða hjálp frá øðrum góðum fólki. Tær ætla sær at royna eina tíð enn, men siga samstundis, at tað er nógv truplari nú, tí kappingin um bingokundarnar er so stór. Allur peningurin tær hava savnað inn, fer óskerdur til nýggju kaffistovuna hjá Bláa Krossi, sí annars grein aðrastaðni í blaðnum. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Kafe fyri misnýtarar í Havn Blái Krossur letur upp kafe í Kongagøtu. Hon er ætla núverandi og fyrrverandi misnýtarum. Tey hava ongastaðni at verða um kvøldarnar, og nógv teirra leita tí inn í ølklubbarnar at stytta sær stundir. Tí detta tey út í aftur Tað er í kjallaranum í hesum húsunum í Kongagøtu, nýggja kafein hjá Blákross fer at halda til Um stutta tíð, fer Blái Krossur at lata upp eina kafe í Kongagøtu. Málbólkurin hjá kafeini eru misnýtararnir. Bæði fyrrverandi og núverandi. Blái Krossur í Føroyum hevur staðfest, at tað er tørvur á einum tílíkum høli í høvuðsstaðnum, og tí eru teir farnir undir hetta tiltakið. Kafein skal halda til í kjallaranum í bygninginum í Kongagøtu, har Blákrosstovan heldur til. Í tí sambandinum hevur nógvur aktivitetur verið í húsinum. - Hølini eru gomul, og skuldu tí setast í stand. Brunaumsjónin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hava serlig krøv, tá talan er um matstovuvirksemi, og tey krøvini kosta, sigur Kristian á Reynatrøð. - Tá arbeiði er liðugt, er alt nýtt. Alt tað gamla tikið niður og burturbeint. Hitastova fyri misnýtarar Kafein hjá Bláa Krossi er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum og sigast kann, at tað hevur verið tørvur á henni. Kristian á Reynatrøð sigur, at tað er sera trupult hjá misnýtarum at klára seg, tá teir koma út aftaná lidna viðger. - Teir hava ongastaðni at verða, og tí fella nógvir av teimum aftur í misnýtslu. - Í londunum kring um okkum, er vanligt at hava sokallaðar >>varmestuer<<. Tær er ætlaðar misnýtarum av ymsum slag. Har kunnu tey koma inn at fáa sær ein kaffi- ella temunn, og stytta sær stundir. Í Føroyum verða hesi fólk, sum oftast, latin upp til sín sjálvs, og tá hava tey ofta trupult við at klára seg. - Nógv av teimum savnast bara onkustaðni; í tí vit kalla >>bulir<< og tað vilja vit royna at bøta uppá. Tey skulu verða vælkomin í kafeina ístaðin. Men tað verður ikki loyvt at nýta rúsevni inni á kaffistovuni. - Nei, tað verður tað ikki, sigur Kristian á Reynatrøð. - Kafein skal rekast á einum kristnum og rúsfríum grundarlag, og tað er ætlanin, at >>kundarnir<< skulu lata frá sær øll rúsevni við dyrnar. Nær kaffistovan fer at lata upp, er ikki rættuliga greitt enn. Kristian á Reynatrøð greiðir frá, at ætlanin er at lata upp um ikki so langa tíð, men fyrsta skal alt arbeiði gerast liðugt. Hvussu kaffistovan fer at hava opið, hongur saman við hvussu raksturin verður fíggjaður. - Tað er Blái Krossur, sum hevur sett gongd á arbeiði, og vit hava sett okkum fyri, at fíggja alla íløguna sjálvi sigur Kristian. - Hinvegin ætla vit at heita á Sosialu nevnd hjá Tórshavnar Býráð, um at stuðla rakstrinum. Hetta hava vit ikki gjørt enn, men vit fara at gera um heilt stutta tíð. Kristian á Reynatrøð sigur, at vil kommunan átaka sær at gjalda fyri raksturin so verða tvey fólk sett at arbeiða í kaffistovuni. - So kann hugsast, at hon til dømis fer at hava opið frá klokkan 19-24, sigur Kristian. - Men, skundar hann sær at leggja afturat, spyrja vit misnýtararnar, so siga teir at vit skulu hava opið bæði um dagin og um kvøldið. Um vikuskiftið vilja teir fegnir hava at opið verður til klokkan fýra um náttina. - Tað sæst á øllum brøgdum, at tað er tørvur á eini slíkari kaffistovu, sigur hann. Kristian á Reynatrøð sigur eisini, at vil kommunan hjálpa við rakstrinum er ætlanin at tvey fólk skulu arbeiða í kaffistovuni. Helst eitt mannfólk og eitt konufólk, men hetta er tó ikki avgjørt enn. Bíligt og gott Nú er tað einaferð so, at málbólkurin fyri kaffistovuna, er ikki tað mest múgvandi fólki vit hava í Føroyum, og tí hava fyrireikararnir avgjørt, at tað skal ikki kosta ov nógv at keypa har. - Tað er ikki ætlanin at reka kaffistovuna á einum vinnuligum grundarlag. Tí skal hesin bólkurin hava ein møguleika at brúka kafeina, so skulu prísirnir verða lágir. - Úrvalið fer ikki at verða so ógvusliga stórt, men tað er ikki tað týdningarmiklasta. - Vit fara hinvegin at leggja dent á, at tað skal verða ein trygg lon at koma í hjá hesum bólki, sum frammanundan er settur til viks í samfelagnum Stór íløga Sjálvt um ein stórur partur av arbeiðinum verður gjørdur sum sjálvboðið arbeiði, so kostar tað nógv, at innrætta eina tílíkt hølið. Kristian á Reynatrøð sigur, at samlaði kostnaðurin er 428.000 krónur, men tá er henda hæddin totalrenovera. - Blái Krossur ætlar at fíggja alla íløguna sjálvur, og higartil hava vit útvegað uml. 40% av kostnaðinum. Kristian á Reynatrøð sigur, at teir í løtuni arbeiða við at útvegað restina av fíggingini. - Vit hava søkt ymsar grunnar í Danmark, og vit hava heitt á fyritøkur í Føroyum um at veita okkum stuðul. Men er tað ikki vanligt, at almennu myndugleikarnir verða drignir upp í eina slíka ætlan? - Jú, sigur hann, men sum eg segði íáðni, so er ætlanin at fáa almennu myndugleikarnar at fíggja raksturin. Tí hava vit átikið okkum at fíggja alla íløguna sjálvir. Ikki kapping við Heilbrigdi Vit spurdu Kristian á Reynatrøð, um hetta ikki kann uppfatast sum kapping við Heilbrigdi um >>kundarnar<<. - Nei, tað hevur als onki við tað at gera. Vit hava staðfest at tørvur er á einum slíkum høli, og tað rokni eg eisini við at tey á Heilbrigdi eru samd við okkum í. - Teir størstu rúsevnistrupulleikarnir eru í høvuðsstaðnum, og eg rokni við, at tey á Heilbrigdi eru fegin um at vit taka hetta stigið. Tað verður fyri allar misnýtarar. Bæði tey sum hava verið á Blákrossheiminum, á Heilbrigdi ella aðrastaðni. Viðgerast við vælvild Elin Lindenskov, formaður Sosialu nevnd hjá Tórshavnar Býráð, sigur í stuttari viðmerking, at ein slík umsókn sjálvandi verður viðgjørd við vælvild. - Men tað er vónleyst í løtuni at siga, hvussu vit kunnu stuðla einum slíkum tiltaki. Vit mugu fyrst fáa einaumsókn. - Eitt slíkt mál skal undir øllum umstøðum leggjast fyri býráðsfund. Sosiala nevnd hevur ikki so nógvan pening tøkan, sigur Elin Lindenskov. Annars heldur hon tað verða eitt frálíkt hugskot, sum Blái Krossur her kemur við. Hon sigur samstundis, at eftir hennara meting áttu landsmyndugleikarnir at hjálpt við at fíggja eitt tílíkt tiltak, hóast størsti trupulleikin er í høvuðsstaðnum Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Áki Bertholdsen Hevur longu fingið næstan 150 limir Nýggja bátafelagið í Havn tekur ímóti limum allastaðni frá. Tað skal verða karmurin um virksemið hjá øllum, sum eiga bát. Tað nýggja felagið fyri smábátaeigarar, sum varð stovnað í Havn leygardagin, hevur fingið vind í seglini. Longu áðrenn felagið er farið at tekna limir av álvara, hava einir 150 bátseigarir meldað seg í felagið. Kanska er tað skeivt at kalla tað eitt nýtt bátafelag, sum varð stovnað leygardagin. Fyrr var eitt bátafelag í Havn, men tað sovnaði burtur mitt í sjeytiárunum. Og tað var hetta felagið, sum varð endurstovnað á fundinum leygardagin, sigur ein av stigtakarunum, Øssur Hjalt í Havn. Hann sigur, at av tí, at talan var um at endurstovnað eitt gamalt felag, varð ikki so nógv gjørt burturúr sjálvari stovningini. - Men kortini vóru einir 30 mans á fundi, og tað eru teir nøgdir við. Og nú felagið er stovnað, verður rættiliga farið undir at tekna limir. Og skal tað dømast eftir lima- tilgongdini higartil, fer felagið at fáa góða undirtøku. Felagið hevur ikki gjørt nakað serligt fyri at fáa limir. Men ein listi hevur ligið frammi og tað hava longu næstan 150 limir teknað seg. So roknað verður við nógvum limum táið felagið miðvíst fer undir tað arbeiðið. Hevur fingið høli Tað eru einir 500 smábátar í Havnini Men felagið er ikki bara fyri havnarmenn. tað eru fyri fólk allastaðni frá, sum hava sama áhuga. Nevnast kann t.d. at higartil hava einstakir limir, sum búgva í Danmark, teknað seg. Tað er bíligt at vera í felagnum, tí limagjaldið er bara 100 krónur um árið. Felagið hevur leingi arbeitt fyri at fáa eini høli, sum liggja væl fyri niðri í smábátaumhvørvinum í Havnini. Og tað hevur nú eydnast. Torfinn Smith, formaður í havnanevndini, sigur, at býráðið hevur bjóðað felagnum eini hus mitt niðri í Vágsbotni. Talan er um eini hús í tveimum hæddum ímillum samvinnufelagið og tað stóru "sakføraraborgina3. - Ætlanin er, at bátafelagið skal hava húsini saman við Bjargingarfelagnum. - Vit hava skrivað ein sáttmála ímillum partarnar, men hann er ikki undirskrivaður enn. Tað er nógv at gera við húsini, áðrenn tey verða brúkilig, men býráðið hevur stuðlað tí arbeiðnum við 50.000 krónum, sigur Torfinn Smith. Øssur Hjalt sigur, at skuldi felagnum vera lív lagað var neyðugt at fáa eini høli mitt í tí umhvørvinum, felagið skal virka. - Tað vísir seg so nógva staðni, at hava slík feløg ikki høli við sjálva smábátahavnina, er teimum ikki lív lagað. Teir eru tí væl nøgdir við húsið, teir hava fingið til taks frá býáðnum. - Tað er tætt við bátarnar, og tað er í hjartanum á Havnini, so betri kann tað ikki vera. Hugnaliga samveru Endamálið hjá felagnum er at skapa hugna og trivna um "bátalívið3 í Havn. - Vit skulu eisini millumlið ímillum tey, sum hava bát og myndugleikarnar. T.d. fer felagið at virka fyri at fáa ymiskt í rættlag, sum nógvir bátseigarar eru misnøgdir við. Hann nevnir t.d. at tað hevði verið eitt stórt framstig at fingið streym og vatn út til bátabrýrnar. Felagið ætlar eisini at hava møguleikar at bjóða fremmanda fólki, sum koma til Havnar í báti, møguleika at sleppa í bað og at sleppa á wc. Og tá teir tosað um fremmanda fólk, er ikki bara talan um útlendingar. - Talan er líka nógv um suðuroyingar, ella norðoyingar, sum koma siglingarferð til Havnar. Men nettupp fyri at fáa gestasiglarar í felagið, er neyðugt at felagshúsið er so tætt við býin, sum gjørligt og tað treytina lýkur húsið eisini, sum felagið hevur fingið. Felagið kann eisini skipa fyri felags útferðum, tað kann skipa fyri frálæru í at brúka teir smáu gummibátarnar og annað. Tað er onki mark fyri, hvat kann verða í einum slíkum felag. Skipar seg seinni Í nevndini í felagnum eru Kartni Olsen, Heðin Ólavson, Petur M. Jensen, Øssur Hjalt og Palli á Dul, sum umboðar Argir. Nevndin skipar seg seinni. Men tá ið tað er gjørt, og onnur viðurskifti eru komin í rættlag verður kallað saman til limafundar. London túrurin góða undirtøku higartil Yvir 400 fólk hava bílagt sær ferðaseðil við Norrønu til London á páskum. Smyril Line vónar at undirtøkan verður tann sama í ár sum í fjør, tá yvir 600 fólk vóru við Norrønu í London Mánadagin tann 2. mars er freistin sett at gjalda bílagda frðaseðilin við Norrønu til London, men fyri tað er einki til hindurs fyri at bíleggja sær ein páskatúr við Norrønu, so leingi pláss er umborð. Smyril Line hevur sett nøsina upp móti at selja 650 ferðaseðlar, og sum gongdin hevur verið higartil, er undirtøkan góð. Longu nú hava yvir 400 fólk bílagt sær pláss við Norrønu, og av Smyril Line verður sagt, at hetta er nakað tað sama sum í fjør. Í fjør vóru yvir 600 fólk við Norrønu á páskatúrinum í London, og sum skilst var hetta ein frálíkur túrur. Útferðir í London Farið verður úr Føroyum 4. apríl og komið verður til London 6. apríl og longu sama dag er gjørligt at gera útferðir. London City Tour nevnist fyrsti túrurin, har farið verður við bussi gjøgnum tann søguliga partin av London. M.a. verður koyrt fram við St. Pauls Cathedral, har prins Charles og Lady Diana vórðu vígd. Týsdagin 7. apríl eru eisini fleiri útferðir, har m.a. verður vitjað á stórfingnu glæstriborgini Hampton Palace, og seinni á degnum eru nøkur atgongumerki at fáa til musicalin Buddy sum er sangleikur um lívið hjá rock'n'roll sangaranum Buddy Holly, sum doyði bert 21 ára gamal. Og mikudagin tann 8. apríl verður skipað fyri tveimum sera áhugaverdum túrum, Wembley Tour og Rock Tour. Vitjað verður á Rock Circus, har voksstandmyndir eru at síggja av fleiri heimskendum rockstjørnum so sum Michael Jackson, Bruce Springsteen, Madonna o.ø. Og um kvøldið verður farið á Cockney Club, har perluskrýddar drotningar og kongar og onnur skemtiliga klødd eru til staðar og undirhalda. Fótbóltsdystir Umframt alt hetta, sum nevnt er, verður eisini skipað fyri túrum, har vitjað verður á BBC, Theatreland, Madame Tussauds og Covent Garden Market, Ivory House, har Henry VIII býður vælkomin, og musicalin Grease, sum tey flestu longu hava sæð á filmi. Men leygardagin tann 11. apríl er møguleiki hjá teimum, sum hava áhuga at síggja enskan fótbólt, antin at vitja Saleshurst Park ella Highbury Park. Smyril Line hevur fingið nøkur atgongumerki til dystirnar Westham-Derby og Arsenal-Newcastle. Og sama dag verður farið úr London og ferðin endar í Føroyum aftur 13. apríl, annan páskadag. Frá Strandfaraskipum Landsins um siglingina um Vestmannasund, Leirvíksfjørð og Skálafjørð ... ... Vestmannasund Tann 6. mars 1998 verður Ternan 1 (gamla Ternan), sum røkir siglingina inn á Skálafjørðin, sett í fasta sigling um Vestmannasund saman við Sam. Bæði skipini skulu røkja hesa sigling, til Ternan (nýggja) seinni í ár ætlandi verður sett inn í fasta sigling alt árið, og Sam verður eykaskip. Kunngjørt verður í fjølmiðlunum um ferðaætlanina hjá Ternuni 1 um Vestmannasund. Leirvíksfjørður Seinni í ár er ætlanin, at seta Dúgvuna í fasta sigling alt árið um Leirvíksfjørð. Í førum har veðrið ikki er til vildar, verður siglt á Fuglafjørð. Skálafjørður Meðan Ternan 1 siglir um Vestmannasund, røkir Pride Skálafjarðarsiglingina. Pride flytir ikki akfør. Esbern Midjord leggur frá sær Vinnumálastýrið gjørdi í gjár kunnugt, at Esbern Midjord, postverksstjóri - eftir egnum ynski - verður loystur úr starvinum tann 30. apríl Landsstýrið fer í næstum at søkja eftir nýggjum stjóra í næstum. Úr Vinnumálastýrinum verður lagt afturat, at tað takkar Esberni Midjord fyri ta tíðina, hann hevur verið í almennari tænastu. Sofus Johannesen Judo verður heldur ikki við á Oyggjaleikunum í 2001 Oyggjaleikir: Judo verður eisini útihýst frá Oyggjaleikunum, sum verða á Isle of Man ár 2001, men hinvegin verður fimleikur aftur á skránni tá. Hondbólturin rakk ikki innum heldur hesa ferð Tað sær út til at gerast ein longri oyðimarkargongd hjá judoítróttinum uttan fyri Oyggjaleikirnar. Judo varð við fyri fyrstu ferð á leikunum í Føroyum í 1989, og síðani hevur tað verið við á leikunum á Álandi, Isle of Wight og Gibraltar. Best sum judofólkini hildu at judo varð komið fyri at vera á Oyggjaleikunum, kom tað sum ein bumba á fundinum á Gibraltar, at judo fór ikki at vera á skránni á leikunum á Jersey í 1997. Tá Gotland legði fram sínar ætlanir fyri leikirnar í 1999 vóru hvørki judo ella fimleikur við. Onki judo á Isle of Man Í seinastu viku hevði starvsnevndin hjá IGA - Island Games Association - fund á Isle of Man. Har vóru m.a. lagdar fram ætlaninar fyri leikirnar í 2001, sum verða á Isle of Man. Heldur ikki tá verður judo við, men fimleikurin er komin inn aftur í hitan. Av føroyskum áhuga var eisini, at Isle of Man hevði bjóðað hondbóltin fram til leikirnar, men nú av tornar, verður hondbóltur ikki við heldur hesa ferð. 22 greinar útbjóðaðar Fyrireikararnir á Isle of Man høvdu bjóðað út 22 ítróttagreinir. Av teimum eru 6 fastar, nevniliga frælsur ítróttur, badminton, súkkling, svimjing, flogbóltur og skjóting. Harafturat kunnu vera upp til 8 aðrar ítróttagreinir, og har bjóðaði Isle of Man fram hesar: Bogaskjóting, kurvabólt, ríðing, golf, fimleik, hondbólt, hockey, judo, netbólt, sigling, fótbólt, squash, borðtennis, tennis, triatlon og vindsurfing. Spurnarblað Eitt spurnarblað varð sent út til oyggjarnar, har tær vóru bidnar at skriva út fyri hvørja ítróttargrein, hvørt hon varð mett at vera týdningarmikil ella ikki at vera við í leikunum. Eftir at hava fingið spurnarbløðini inn aftur avgjørdu fyrireikararnir á Isle of Man, at hesar 8 ítróttagreinirnar skuldu vera afturat teimum 6 føstu: Bogaskjóting, kurvabóltur, fótbóltur, golf, fimleikur, sigling, borðtennis og tennis. Sostatt gjørdist hetta aftur eitt stórt skuffilsi hjá Judosambandinum, sum hevði vónað at fáa judo við aftur á skránna. Somuleiðis føroysku hondbóltsspælararnir, sum vóru rættiliga spentir upp á at sleppa við til Oyggjaleikirnar, gjørdust enn eina ferð skuffaðir. Hinvegin kunnu føroysku fimleikararnir frøða seg um aftur at vera við. Bæði judo, og seinast eisini fimleikur, hava vunnið Føroyum nógv heiðursmerkir seinastu leikirnar, so tað er bert ein hálvur sigur at hava vunnið fimleikin inn aftur á leikirnar. Hava einki at siga Vit spurdu John Kjær, sum er nevndarlimur í IGA, hvussu tað kundi bera til, at t.d. judo ikki kom við aftur á skránna. - Tað er soleiðis, at nevndin í IGA fekk presenterað frá lokalu fyrireikarunum á Isle of Man, at hesar verða ítróttargreinirnar, og sambært reglunum kunnu vit bert góðtaka hetta. - Nevndin í IGA hevur ikki nakrar avgerðarrætt yvir, hvørjar ítróttargreinir verða við, uttan tær 6 føstu, ið sambært reglunum altíð skulu vera, sigur John Kjær. - Hvat kann gerast fyri at fáa bent úrvalinum av ítróttargreinunum soleiðis, at leikirnir verða enn meira áhugaverdir fyri føroyingar? - Bestu ráðini til handan spurningin vil eg halda vera at arbeiða víðari við tankanum um at fáa talið av ítróttargreinum, ið eru fastar á leikunum, at hækka til t.d. einar 10-12, og harundir fáa fleiri av teimum greinunum, sum vit vanliga luttaka við, sigur John Kjær. Terji Nielsen Gerist partaeigari í besta liðnum hjá HB! Havnar Bóltfelag hevur í dag eina lýsing í bløðunum, har víst verður á møguleikan fyri at tekna seg sum partaeigara í besta liði felagsins Tað er eingin loyna, at yrkisfótbólturin er komin til landið. HB hevur stungið út í kortið, sum tað fyrsta felagið, ið hevur ein yrkisdeild. Stovnandi aðalfundurin av felagnum verður í komandi viku, og tá er ætlanin at stovna P/F Havnar Fótbóltur, ið skal taka sær av dagliga rakstrinum hjá 1. deild hjá HB. Í HB hava teir sett sær høg mál fyri kappingarárið 1998, tað er eingin loyna, at tað nívir HB'arnar, at grannafelagið fór við meistaraheitinum í fjør, hóast at HB vann grannauppgerðirnar. Teir hava longu skrivað sáttmála við fleiri av leikarunum, og so hava teir fingið sær ein útlendskan venjara. Venjarin er fyrrverandi rumenski landsliðsleikarin, Ion Geolgau, ið hevur leikt 24 landsdystir fyri land sítt, og haraftrat hevur hann leikt yvir 600 landskappingardystir og yvir 50 altjóða dystir fyri gamla felag sítt í Rumenia, Universitatea Craiova. Venjarin kom til landið fyri góðum 4 vikum síðani, og hevur hann vant HB síðan tá! Úr HB frættist, at teir ætla at skriva nakrar sáttmálar aftrat, men tað er ikki komið undir land enn. At teir í HB noyðast at verða væl fyri, tá ið landskappingin byrjar, er givið. Í fyrsta umfarinum skulu teir leika grannauppgerð móti meistarunum úr B36! Terji Nielsen Danir bíða við spenningi eftir nýggja álopsparinum hjá FC Keypmannahavn Nógvir fótbóltsáhugaðir danir bíðaðu sunnudagin við spenningi eftir at frætta frá Marbella í Spania Nógvir fótbóltsáhugaðir danir bíðaðu sunnudagin við spenningi eftir at frætta frá Marbella í Spania, har danska felagið FC Keypmannahavn við Toda Jónsson er á venjingarlegu. Sunnudagin leikti FC Keypmannahavn ímóti norska liðnum Strømgodset, og tað var í hesum dystinum, at danir væntaðu at síggja nýggja álopsparið hjá FCK fyri fyrstu ferð. Danska dagblaðið, B.T., skrivaði tó mánadagin, at venjarin hjá FCK, sviin Kent Karlsson, avgjørdi at útseta frumframførsluna av parinum, ið donsku fjølmiðlarnir longu hava navngivið Tho-To. Hetta stendur sjálvsagt fyri Thomas Thorninger, ið FCK hevur keypt úr italska felagnum Perugia og so Toda Jónsson. Thorninger bleiv útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki, meðan Todi Jónsson bleiv innskiftur miðskeiðis í sama hálvleiki. Danska felagið vann annars dystin 2-1. Ein annar av nýggju leikarunum hjá FCK, Thomas Rytter, ið er keyptur úr spanska felagnum FC Sevilla, gjørdi fyrsta málið, meðan ein av kappingarneytunum hjá Tho-To, David Nielsen, gjørdi tað seinna. Terji Nielsen Landsliðið tapti eisini seinna venjingardystin Jan Allan Müller var aftur hesa ferð føroyski málskjúttin Jan Allan Müller hevur skotið bæði málini landsliðið hevur fingið higartil á túrinum í Spania Føroyska A-landsliðið í fótbólti, sum í løtuni er á venjingarlegu í Cadiz í Spania, leikti seinnapartin týsdagin sín næsta venjingardyst á túrinum. Mótstøðuliðið var russiska liðið Rostelmash, ið til dagliga leikar í bestu russisku deildini. Úrslitið av dystinum var, at russar vunnu 2--1. Føroyingar vóru nær við at leggja seg á odda longu í 5. min., tá ið ungi KÍ leikarin, Heðin á Lakjuni, úr bert 5 metra fjarstøðu smekkaði uppum eftir innlegg úr høgru. Tá okkurt um 30 min. vóru leiktir, var tað Øssur Hansen, sum úr 30 metra fjarstøðu sendi eitt fríspark á tvørstongina og út. Tað vóru tó russar, sum løgdu seg á odda, tá ið 37 min. vóru leiktir, málskjútti var Sanko. Føroyingar komu meira og meira við í seinna hálvleiki, hóast teir ikki høvdu so nógvar málmøguleikar. Okkara menn sendu nógv fólk fram í eini roynd at javna, men hetta gjørdi, at russar fingu lagt seg á odda 2-0 við einum máli hjá Maslov eftir eitt skjótálop í 79. min. Føroyingar fingu tó minkað um munin, tá ið júst innskifti Jan Allan Müller í 85 min. smekkaði eitt innkast frá Allan Mørkøre í málið. Føroyska liðið var eisini sera nær við at javna í síðstu sekundunum av dystinum. Heðin á Lakjuni skjeyt beint framvið málinum, og Bartal Eliasen sendi við høvdinum eitt hornaspark á stongina. Føroyska liðið henda dagin sá annars soleiðis út: Bjarni Johansen, Arnbjørn Danielsen (62. min. Jens K. Hansen), Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Henning Jarnskor, Allan Mørkøre, Øssur Hansen (80 min. Jan Allan Müller), Jákup Eli Olsen, Magni Jarnskor (60 min. Djóni Joensen), Jens Erik Rasmussen (60 min. Símun Eliasen) og Heðin á Lakjuni. Ábyrgd og álit er altavgerandi - Allir blóðgevarar skulu vita, at vit í blóðbankanum meta tað arbeiðið, sum blóðgevarar gera ólønt, sera høgt, siga tey úr blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum Í seinastuni hevur nógv verið tosað og skrivað um vandan við at fáa blóð. Í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum hava tey gjørt sær tankar um hvussu tey á bnestan hátt kunnu varðvetia tað álitið, tey altíð hava havt á teirra blóðgevarum. Øll í samfelagnum og serstakliga tey í blóðbankanum eru greið yvir, hvussu ótrúliga týdningarmikið og ábyrgdarfult tað er at vera blóðgevari. Samfelagið kundi jú als ikki virkað, um tað ikki vóru fólk, ið vildu hjálpa sínum medmenniskjum við at lata blóð, siga tey. Tey síggja eisini, at blóðgevarar eru klárir at koma dag og nátt, tá ið brúk er fyri teimum, og ber ikki til at koma júst tann dagin, tey ringja, ber altíð til at fáa eina avtalu í lag ein annan dag. Alt blóð verður kannað fyri HIV - gulsótt B og gulsótt C, áðrenn tað verður givið. Vandin er tann, at tað ganga 2-6 vikur frá tí smittan er komin inn í kroppin, til andevnið er blivið so mikið sterkt, at tað kann ávísast við teimum kanningarháttum, sum í dag eru til taks, og tað er hetta sum ger, at sjálvt um blóðið er kannað, er ikki 100% vissa fyri, at smitta ikki er í blóðinum, og tað er her alt má gerast sum gerast kann, fyri at blóð við smittu í ikki verður givið. Hvat kann so gerast, spyrja tey í Blóðbankanum og svara: - Jú - har er ábyrgd og álit tað altavgerandi. Blóðgevarin skal vera greiður yvir, at tað er ein stór ábyrgd at geva blóð. Hevur blóðgevarin havt kynsliga samveru, ið kann vera vandamikil, má ábyrgdin vera so mikið stór, og álitið á blóðbankan so mikið gott, at blóðgevarin sjálvur sigur blóðbankanum frá. Tað er eingin sum spyr, hví viðkomandi ikki vil lata blóð í eina tíð. Allir blóðgevarar skriva undir uppá, at teir hava lisið faldaran til blóðgevarar um AIDS, og tað er okkara vón, at eingin, sum hevur havt vandamikla kynsliga samveru, skrivar undir. Tað er ikki bara HIV, sum smittar í blóðinum, men eisini gulsótt B og C, sum eisini eru lívshættisligar fyri sjúklingin, og har eru smittukeldurnar tær somu sum við HIV. Í Blóðbankanum siga tey, at tað er teirra vón, at tað góða samstarvið, ábyrgdin og álitið, ið hevur verið millum blóðbankan og blóðgevararn, heldur fram. - Allir blóðgevarar skulu vita, at vit í blóðbankanum meta tað arbeiðið, sum blóðgevarar gera ólønt, sera høgt, og tað er alla tíðina neyðugt at fáa fleiri nýggjar blóðgevarar, verður sagt í tíðindaskrivi frá Blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo - Vit tóku løgmann fyri fult Tá løgmaður varð spurdur, um hann ikki hevði tosað við Nyrup Rasmussen um fyrningarfreistina, og hann svaraði noktandi, góðtók tingbólkurin at brævið varð sent forsætisráðharranum, sigur Jóannes Eidesgaard Tað er ikki samsvar millum tað,sum løgmaður skrivar í brævinum til danir, og tað, sum Nyrup Rasmussen førir fram í einum tíðindaskrivi, aftaná at hann fekk brævið. Edmund Joensen sigur í brævinum, at hann ikki hevur fingið svar, hvørt danska stjórnin gongur við til at útseta fyrningarfreistina. MIsskiljing Í tíðindaskrivinum sigur Nyrup Rasmussen, at avtalan um samráðingar treytað av einum ávísum degi, ikki er í samsvari við tað, sum løgmaður og Landsstýrið væl vita. Jóannes Eidesgaard er umboð fyri Javnaðarflokkin í tingnevndini í bankamálinum. Hann sigur við Sosialin, at hóast fundur í bólkinum var avtalaður týsdagin seinnapart, heitti løgmaður á umboðini fyri tingbólkarnar stutt áðrenn tingfundin týsmorgunin. Løgmaður vísti tingbólkinum brævið, hann hevði skrivað, og fyri at fáa teirra viðmæli at senda tað. Tá løgmaður varð spurdur, um hann einki hevði frætt frá dønum, og hann svaraði noktaði, hildu vit tað vera í lagi at senda áheitanina, av tí at vit nú eru komin í tíðarneyð, sigur Jóannes Eidesgaard. Eftir hvat nú skilst, kann løgmaður hava fingið svar frá Nyrup Rasmussen, men kanska ikki gáa eftir tí.Tað er eitt sindur ógreitt í løtuni. Eg skal ikki taka støðu fyri ella ímóti hesum, men á henda hátt er vandi fyri at málið endar í løgfrøðiligum spurningum. Frameftir eingin politisk viðgerð Eg sóknist framvegis eftir, hvat vit politiskt skulu gera. Tað løgfrøðiliga hava vit teir serkønu til, men hvørja støðu tingið skal taka í málinum, er ikki komið nakað boð uppá úr Landsstýrinum, sigur Jóannes Eidesgaard. Dagny Joensen dagny@soaialurin.fo Nyrup í trongum skóm Sambært viðmerkingunum frá danska forsætisráðharranum, hevði hann ikki væntað, at føroyingar fóru at gera vart við seg júst nú Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri Tað kom ivaleyst dátt við hjá Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, at Landsstýrið nú krevur at fáa svar í seinasta lagi 5. mars. Hetta hevur landsstýrið í samráð við serfrøðingabólkin gjørt av. Skal rættarmál reisast móti Fíggingargrunninum, statinum og Den Danske Bank, er neyðugt at hava stundir at fyrireika málið áðrenn 22. mars, tá fyrningarfreistin er av. Í tíðindaskrivi sigur Nyrup Rasmussen, eftir at hava móttikið brævið frá Landsstýrinum, at hann undrast yvir innihaldið og tónan í brævinum. Eg havi altíð lagt dent á, at okkara samstarv byggir á virðing frá báðum síðum - og tað geri eg framvegis, sigur Nyrup Rasmussen. Nyrup Rasmussen vísir annars á, at hann fyri 14 døgum síðan um Kamaradvokatin segði løgmanni, at danska stjórnin fegin gongur inn fyri at leingja fyrningarfreistina. Tað er eisini greitt at samráðingarnar millum donsku stjórnina og Landsstýrið ikki eru treytaðar av einum ávísum ásettum degi. Tað vita bæði løgmaður og Landsstýrið væl, sigur Nyrup Rasmussen. Hann sigur at enda í tíðindaskrivinum, at stjórnin vegna Landsstýrið hevur átikið sær at at hjálpa við til at allir partar í málinum - eisini Den danske Bank - er við í slíkari avtalu. Den Danske Bank noyðist at taka støðu til málið. Vit vænta okkum svar frá Den Danske Bank í vikuni, sigur Nyrup Rasmussen í tíðindabrævinum, dagfest 24. februar. Í Landsstýrinum verður sagt til tað, sum Nyrup sigur um, "at samráðingarnar millum partarnar ikki eru treytaðar av einum ein ávísum degi3, at Landsstýrið als ikki hevur nakra avtalu við Nyrup Rasmussen, ið líkist hesum, sum hann sipar til. Sannlíkt er, at forsætisráðharrin hevur væntað sær frið um bankamálið, meðan valstríið er í Danmark. Við seinasta útspælinum hjá Landsstýrinum, verður Nyrup Rasmussen noyddur at taka støðu til málið, áðrenn vikan er farin. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Krevur svar frá dønum áðrenn fríggjadagin Lata danir ikki við seg koma nú, so er Landsstýrið tvingað at stevna áðrenn 5. mars, sigur Rúni Joensen, løgmansfulltrúi Rúni Joensen, løgmansfulltrúi Fyri mánað síðani, sendi Landsstýrið fyrstu áheitanina um at útseta fyrningarfreistina viðvíkjandi bankamálinum. Danska stjórnin er farin undir valstríðið, so har hevur einki samband verið. Tað er kortini forsætisráðið ella staturin , sum er mótparturin hjá føroyingum í hesum máli, men Landsstýrið hevur einki frætt aftur. Týsdagin sendi Landsstýrið tí bræv til forsætisráðið, har aftur varð spurt, um teir vildu vera við til at útseta fyrningarfreistina. Grundgevingin er, at um danir ikki svara áðrenn fríggjadagin, so fer Landsstýrið at stevna statinum, Fíggingargrunninum og Den Danske Bank. Skal hetta gerast, er seinasta freist at stevna 5. mars. Sakarmálið verður reist í Danmark. Er tað panikkur fyri afturlatingartíð hjá Landsstýrinum? Alt bendir á, at Landsstýrið noyðist at stevna. Spurningurin um vit fáa nakað burturúr peningaliga, er ikki lættur at svara, men kravið um at fáa uppreisn, hevur eisini týdning, sigur Rúni Joensen. Mótpartur hjá føroyingum er danski staturin, tí tað var stjórnin, sum setti ein føroyabólk at viðgera málið, har Danske Bank eisini var partur. Møguliga hevur Danske Bank givið stjórnini skeivar upplýsingar, og møguliga hava embætismenninir í forsætisráðnum ikki kannað tað, sum Danske Bank kom við, nógv væl. Í Sosialurinum leygardagin stóð at lesa, at Den Danske Bank noktaði at leingja fyrningarfreistina. Tað hevur Landsstýrið eisini frætt, men tað hevur ikki fingið nakra skrivliga fráboðan um tað. - Velur Landsstýrið at stevna forsætismálaráðið, Den Danske Bank og Fíggingargrunnin, so noyðist forsætismálaráð helst at taka Den Danske Bank inn í málið. Tað verður áhugavert, tí um staturin skal fáa nakað munagott burturúr Den Danske Bank, so skal tað vera áðrenn 5. mars. - Staturin er tí undir sama tíðartrýsti sum Landsstýrið, sigur Rúni Joensen Løgmansfulltrúin heldur ikki, at henda støðan er heppin, men Landsstýrið noyðist at gera nakað nú. Tað er ikki av fríum vilja, at hetta stigið verður tikið nú, tí Landsstýrið vil heldur hava eina samráðingarloysn, sigur Rúni Joensen. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - Eg stilli ikki upp til løgtingsvalið - Tú kanst ongantíð siga ongantíð, sigur Óli Jacobsen, sum ikki útihýsir, at viðurskiftini kunnu broytast seinni. Hann sigur, at konfliktin millum hann og Javnaðarflokkin er burtur, og at partarnir nú hava gott samstarv. Men samstarvið við Verkamannafylkingina kann ikki rættast uppaftur Óli Jacobsen: - Tað hevur verið ein áhugaverd tíð í politikki, men til valið hesaferð fari eg at halda meg púra róligan og nýta tíðina upp á familjuna - Eg ætli mær at taka tað heilt róligt hesaferð - kanska fyri fyrstu ferð í lívinum, og sum eg havi sagt fleiri ferðir, so stilli eg ikki upp. Hetta sigur ein avgjørdur Óli Jacobsen. Óli Jacobsen er ikki hvør sum helst. Umframt at hann hevur verið formaður í Fiskimannafelagnum síðani 1971, hevur hann eisini í tveimum skeiðum verið tingmaður. Eitt skifti í 1979 sum varðamaður Javnaðarfloksins í Suðurstreymi og síðan 1994 valdur á ting fyri Verkamannafylkingina í Eysturoy. Fyrstu ferð Óli Jacobsen stillaði upp var í 1966 - og tá fyri Tjóðveldisflokkin. Hetta var í Eysturoyar valdømi, og var hann tá bert 23 ára gamal. Eftir stóra ósemju við Javnaðarflokkin í 1994 gekk hann saman við Ingeborg Vinther, sum eisini var ósamd við Javnaðarflokkin, og stovnaðu tey saman við øðrum Verkamannafylkingina. - Tað bleiv so buldrasligt, at eg fekk nógv av hesum fjasinum, sigur Óli Jacobsen. - Nú ætli eg mær at taka tað avslappað og hugsa meira um familjuna. Men hugsjónin er tann sama, sigur Óli Jacobsen, sum tó leggur afturat, at trúgvin upp á at tað ber til kortini broytist, eldri tú gerst. Hóast Óli Jacbsen fer at halda seg burtur frá politikki hesaferð, so vil hann kortini ikki siga, at hann ongantíð fer at venda aftur. - Tá tú hevur verið við í politiskum arbeiði í meira enn 30 ár, so fer uttan iva at rykkja í onkuntíð, sigur hann. - Hóast tað ikki altíð hevur verið stuttligt at verið við í politikki, so hevur tað ikki verið keðiligt, heldur hann. Men tað var ósemjan við Javnaðarflokkin, sum gjørdi, at Óli Jacobsen fór saman við Ingeborg Vinther í Verkamannafylkingina. Var tað ein røtt avgerð? - Hevði Javnaðarflokkurin tá verið so klókur, sum hann er í dag, so hevði tað ikki verið neyðugt, men sum støðan var tá, kundi tað ikki vera øðrvísi, sigur Óli Jacobsen, sum leggur afturat, at hann í dag hevur gott samstarv við Javnaðarflokkin. - Konfliktin, sum tá var, er burtur. Um samstarvið við Verkamannafylkingina hevur hann aðra hugsan: - Hatta samstarvið er farið, og tað rættast ongantíð uppaftur. Har er bert ein lítil sekt eftir, sum ongantíð fer at fáa politiska ávirkan. Óli Jacobsen vísir eisini á veljarakanningina, sum hann helt vera sera áhugaverda. - Har kom týðuliga fram, at fólk ikki hava tikið undir við mótmlunum hjá fakfeløgunum móti skattalættanum hjá sjómonnum, tí fleiri taka nú undir við hesum nú, enn áðrenn mótmælini hjá fakfeløgunum, sigur hann. - Fólk hoppa ikki upp hattar har, og veljarakanningin vísti eisini, at parturin hjá Ingeborg Vinther av Verkamannafylkingini bert fær 0,6%. - Men fer Óli Jacobsen kanska at gera eitt come-back í politikki seinni? - Hatta kann eg illa svara uppá. Eg eri nú 54 ára, og tá val verður aftur, verði eg 58, men tú kanst ongantíð siga ongantíð. Eg segði, tá eg í 1979 fór út tinginum, at eg ongantíð fór aftur á ting, men umstøður broytast, og alt kann henda, sigur Óli Jacobsen. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Finnbogi Arge farin upp í Fólkaflokkin Tingbólkur Fólkafloksins telur nú sjey fólk. Finnbogi Arge, sum í 1990 og 1994 varð valdur á ting fyri Sambandsflokkin, er nú farin upp í tingbólkin hjá Fólkaflokkinum - og stillar helst upp til komandi løgtingsval fyri Fólkaflokkin í Suðurstreymi Fyrst var hann sambandsmaður og síðani var hann uttanflokkamaður. Nú er hann vorðin fólkafloksmaður Tað var fyri hálvum triðja ári síðani, at Finnbogi Arge boðaði frá, at hann tók seg úr Sambandsflokkinum. Orsøkin var millum annað stór misnøgd við løgmann og formann Sambandsfloksins, Edmund Joensen. Tá boðaði Finnbogi Arge frá, at hann ikki fór at stilla upp aftur til komandi løgtingsval. Men nú hevur hann skift støðu. Finnbogi Arge sigur, at hann hevur broytt støðu í tjóðskaparviðurskiftunum og heldur, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eiga at verða endurskoðað, so talan veruliga kann vera um samstarv millum tjóðir á jøvnum føti, og sigur hann seg vera samband við Javnaðarflokkin á hesum øki. Men Finnbogi Arge var ein borgarligur politikari, tá hann varð valdur á ting, og hann er borgarligur enn, sigur hann. Tí hevur hann valt Fólkaflokkin Tveir aðrir >>floksleysir<< tingmenn eru. Óli Jacobsen og Kristian Magnussen, sum tó ikki situr á tingi, meðan hann er landsstýrismaður, hava sum er ongan flokk at stilla upp fyri, eftir at teir vóru koyrdir úr Verkamannafylkingini. Óli Jacobsen sigur við Sosialin í dag, at hann ikki stillar uppaftur, men vísur tó ikki aftur, at hann kanska seinni aftur fer at fáast við politikk. Kristian Magnussen, sum er uttanlands í arbeiðsørindum, hevur tó ikki gjørt greitt, um hann fer at stilla uppaftur, ella hvønn flokk, um so verður, skal stilla upp fyri. Johannes Martin Olsen Liberalisering Johannes Martin Olsen Fólkatingslimur Sambandsfloksins Føroyingar hava í hesum mánaðinum á tryggingarøkinum fingið at uppliva, hvat hendir tá ið kapping sleppur framat. Prísirnir lækka. Sambandsumboðið á Christiansborg hevur í hesum tingskeiðinum víst á fleiri nýhugsanir, ið bera á tann liberala bógvin. Kapping Donsk virki hava fingið stóran kappingarfyrimun av liberaliseringunum í ES. Tænastustøðið hækkar og prísirnir lækka. Henda fyrimun eiga føroyingar eisini at fáa. Monopolið ger, at tað ber til at ringja úr útlondum til Føroya fyri munandi lægri prís enn øvugt? Útlicitering Danskar kommunur hava sambært kanning hjá PLS consult spart í flestu førum omanfyri 15% uppá at útlicitera og kommunala tænastustøðið er eisini vorðið hægri. Verður hildið neyvt eftirlit við útliciteringum, er ongin trupulleiki fyri at føroyingar eisini fara undir at útlicitera í størri mun. Hví liberalisera? At vera liberalur merkir at viðurkenna, at marknaðurin er best egnaður at skapa vælferðina. Kappping førur til hægri tænastu og lægri prísir. Tað er tí at fegnast um, at vit nú hava fingið eina kappingarlóg. Henda lógin saman við avtøku av einkarrættindum og avtøku av verjutolli kann tryggja føroyingum eina kappingarføra framleiðslu. Tann almenna tænasta, sum brúk er fyri, má byggja á ein sterkan búskap, vælferð føroyinga er tí tengd at royndini at fáa liberalisera - eitt nú á telesamskiftisøkinum. Hví privatisera? Endamálið við privatisering er at skapa størri trivna fyri øllum í samfelagnum við at nýta teir fyrimunir, ið marknaðarbúskapur hevur við sær. SEV er t.d. eitt alment virki, men tað framleiðir til privata marknaðin. Privatisera vit SEV, verða pengar tøkir til virksemi, sum tað almenna eigur at taka sær av - samferðslu, sjúkrarøkt, undirvísing v.m. Københavns kommuna seldi fyri einum góðum árið síðani partabrøv í SAS til tess at fíggja keyp av 1.400 teldum til skúlabrúks. Vit mugu skilja, at tá tað væntar í til almennar tænastur, er hetta m.a. tí almennir pengar eru bundnir í framleiðsluvirki. Í Bretlandi fáast í dag lb100 inn í skatti fyri hvønn íbúgva frá privatiseraðum virkjum, ið fingu lb300 í studningi fyri hvønn íbúgva, tá tey vóru almenn. Hví útlicitera? Sjálvt tær tænastur, sum vit øll halda skulu vera almennar, kunnu við fyrimuni framleiðast av privatum virkjum. Tað almenna skal gjalda fyri vegagerðirnar, men privatir kunnu gera teir. Í Danmark eru royndir við kommunalum útliciteringum av øllum frá kloakering til eldrarøkt. Sjálvt smáar kommunur hava spart pengar á henda hátt. Fólkatingssessurin er vælegnaður til at fáa nýggjan íblástur uttaneftir til føroyskan politik, um rætt verður borðið at og vit sálda ta vánaliga burtur. E. Jacobsen Flogvallarútbyggingin skilagóð? Um nýggjur vøllur skal byggjast, so má hann byggjast á øki, sum er betri egna enn økið, ið núverandi vøllur liggur á, og tað tekur nógv ár at gera neyðugu kanningarnar. Upp ígjøgnum øll 80-ini vóru nógvar og stórar íløgur gjørdar, sum av monnum vórðu sagdar at verða skilagóðar. Nógvar av hesum íløgum kunnu so fólk gera sær sínar metingar um, tá hugt verður uppá okkara uttanlandsskuld, sum í dag liggur eitt stað ímillum 6-7 milliardir. Ein av hesum íløguætlanum, sum ikki var framd í verki, var flogvøllur á Glyvursnesi, men sum spøkir aftur, nú tað stundar til val. Í 1940, beint eftir at seinni heimsbardagi var byrjaður, tóku eingilsmenn Føroyar. Okkara strategiska plasering mitt úti í Atlantshavinum hevði sannført bretska hervaldið um, at flogvøllur mátti byggjast í Føroyum. Tann 13 apríl 1940 kom eitt kanningarlið á Havnina við einum krússara. Arbeiðssetningurin var at finna út av, hvar ein flogstøð kundi byggjast. Eftir at hava kanna nøkur øki í eina viku, bæði á Sandoynni, í Eysturoynni og á Streymoynni, kom kanningarnevndin til tað niðurstøðu, at einki pláss var egna. Skuldi nakað koma uppá tal, var tað Skálafjørðurin. Men kanningarliðið kom til tað niðurstøðu, at eingin flogvøllur kundi byggjast í Føroyum, tí einki økið var egna og veðurlagið var heldur ikki til tað. Í 1941 fer flotamálaráði aftur at røra uppá seg, hóast loftverjumálaráðið mælir frá. Eitt kanningarlið hevur aftur verið í Føroyum, og nú verður mælt til at gera flogvøll á Sandoynni, men hetta hóvaði ikki heimasandsmonnum og mótmæltu teir hjá Amtmanninum. (sí Stríðsárini: Skansi í Atlantshavi) Fyri at gera eina langa søgu stutta, so helt enska hervaldið uppá Sandoynna, og byrjaði at fyrireika seg til uppgávuna. Men um sama mundi verður ein L. G. Maxton sendur til Føroyar. Hesin Maxton vitjaði í Føroyum í fleiri vikur, og var víða um og kannaði fleiri øki, og spurdi um veður og vind. Hesin maður kom skjótt til tað niðurstøðu, at havnaviðurskiftini á Sandi komu at verða ein stórur trupulleiki, og tí bleiv Sandoyggin slept og Vágarnar blivu nú meir áhugaverdar. Her vóru tvær góðar havnir og her kundi hann fáa tríggjar flogbreytir. Onnur øki í Norðoyggjum vóru eisini kannað. Tann 2. mars 1942 varð samtykt, at gera RAF flogstøð í Vágum. Síðani varð farið undir at byggja vøllin, og er hetta sami vøllur, sum í dag so nógv verður tosað um, mest ósakligt. T`iðin frá at eingilsku hermennirnir vóru farnir úr Føroyum 1945, og fram til 1963, tá reglulig rutuflúgving bleiv ímillum Føroyar og útheimin, var ógvuliga tilvildarlig. Einki eftirlit var við økinum, og skjótt sást, at vøllurin ongan góða hevði. Ljós og onnur teknisk útgerð bleiv annaðhvørt brotin ella stolin, og mangur maður ristur í dag uppá høvdið, um tað vandalismu, sum tók yvirhond inn á eina fult intakta útgerð. Men í 1964 kom broyting í. Tá tóku menn seg saman og fóru í holt við at fáa rutusamband við útheimin, og hevur hetta verið í støðugari menning. Fyrsta leingingin av vøllinum var 1974, tann næsta 1979. Arðar útbyggingar, so sum terminalur, torn, garagur, innflúgvingartól o.a. eru eisini útbygd umleið sama tíðarskeið fyri 100-tals milliónir. Onkur freistast at spyrja, hvat vilt tú nú við hesum. Flogvallarmálið er aftur blivið aktuelt, og skal støða nú takast, um flogvøllurin í Vágum skal byggjast út, ella nýggjur vøllur skal byggjast. Skal ein vøllur sum tann í Vágum byggjast, so tosa vit um eina upphædd ímillum 1,5-2 milliardir. Men tað sum er meira áhugavert í hesum samanhanginum er, at tað er eingin trygd fyri, at vit fáa ein betri vøll enn tann sum vit hava, heldur tvørturímóti, um vit tosa um Glyvursnes. Tað niðurstøðu, sum áðurnevndi Maxton kom til tær sjey vikurnar, hann gekk runt og hugdi og spurdi staðkent fólk um veður og vind var, at Søltuvík var frægast egnað. Søgan sigur einki um Glyvursnes, og tað fyrra kanningarliðið nevndi skorhædd á Skálafjørðinum. Tað sum uttan iva hevur havt stóran týdning fyri støðutakanina hevur verið, at teir vildu sleppa so nær sjónum sum møguligt fyri at sleppa undan frosti og toku, her liggur Glyvursnes 100 m. hægri enn flogvøllurin í Vágum, og hettar hevur stóran týdning. Men sum tað týdningarmesta hava teir ikki viljað havt ein vøll liggjandi suður og norð, tá tær ráðandi ættirnar í Føroyum eru vesturættir. Tá hevði tú fingið ein vøll við tvørvindi stóran part av árinum. Í Vágum liggur vøllurin í ein útnyrðing, og í Søltuvík hevði hann liðið nakað tað sama, kanska longur niður ímóti vesturættini, og tí var Søltuvík uttan iva so áhugavert saman við tí slætta økinum. Hóast útviklingurin á hesum økinum bæði við flogførum og útgerð ikki kann samanlíknast við tað, sum man hevði fyri meira enn hálvari øld síðan, so eru tað nøkur viðurskiftir, sum tøknifrøðin ikki vinnur á, og tað eru náttúruviðurskiftini. Og hesi eru galdandi eisini í dag, og hesi hevur Føringurin altíð havt virðing fyri, annað hvørt vit ferðast á sjógvi, landi ella í luftini. Tey seinastu 30-35 árini eru ímillum 1,5 og 2 milliónir ferðafólk komin og farin um flogvøllin í Vágum, og tað hevur ikki altíð verið ein útflugtstúrur at komi inn ígjøgnum fjørðin á suðri í vánaligum líkindum. Men um henda ættin hevði kallast okkurt annað á Glyvursnesi, Skorðhadd ella í Søltuvík, kunnu vit bert gita okkum til, tí her eru ongar kanningar gjørdar og hesar taka fleiri ár. Men fyri undirritaða er eingin ivi um, at veður og vindur fara altíð at seta sínar avmarkingar fyri flúgving í Føroyum. Tá sagt verður, at ein nýggjur vøllur kann byggjast innan trý ár fyri smáar 400 mill., er hetta eitt talandi dømi um óseriøsitetin hjá nøkrum polittikarum, nú val nærkast. Slongt verður út við tølum, uttan at hugsa um, at møguleikin fyri at verða bitin í halan aftur er til staðar. Um útbyggingin í Vágum uppá 200 m. kostar 170 mill., so er hettar 850.000 kr. pr. m. Um 1800 m. kosta 400 mill., so eru tað 220.000 kr. pr. m. Hvar allur hesin munur kemur frá, er óskiljandi, og er ikki neyðugt at fara niður um 3. klassa fyri at seta henda spurning. (Fjølmiðlarnir burdu sett henda spurning). Økið har tilfarið til leingingina í Vágum verður tikið, liggur ca. 300 m. frá vøllinum, so hettar kann ikki verða orsøkin. Vøllurin í Vágum er sum áðurnevnt longdur fyrr, so lat okkum siga, at hesi tøl eru nøkunlunda eftirfarandi. So kann roknistykkið koma at síggja soleiðis út: 850.000 kr. pr. m. x1800=1,53 milliard, og tá tosa vit bara um jørð og betongarbeiði. Afturat hesum kemur teknisk útgerð og bygningar fyri 100-tals milliónir, so tá ført verður fram, at ein vøllur kann gerðast fyri 400 mill. so kann tað valla sigast ørðvísi, enn at makan til slutur og møsn hoyrir ongastaðni heima, annað enn at verða rópt út uttan fyri bøgarðarnar, so eingin hoyrir. Tá vinnumálastýrið er komið til tað niðurstøðu at vøllurin skal útbyggjast, so er tað út frá kanningum sum er gjørdar 1988-1997, sum greitt mæla til at útbyggja vøllin í Vágum. Um nýggjur vøllur skal byggjast, so má hann byggjast á øki, sum er betri egna enn økið, ið núverandi vøllur liggur á, og tað tekur nógv ár at gera neyðugu kanningarnar. Oljuvinnan stendur fyri durum, so hetta er í tøkum tíma, og tað er gleðiligt, at løgmaður hevur heitt á danska fíggjarmálaráðharran um útbygging av vøllinum í Vágum. Landskassin rindar eitt stað imillum 10-12 milliónir av íløguni, restina rindar Statskassin. Hetta má sigast at verða gott íkast til tann soltna landsbúskapin. Hvør skal gjalda gildið? Tann størsti vandin við hesum valinum er loysingarrákið, sum tykist at vera frammi. Helst eru tað av tí umrøðu og viðgerð sum bankamálið hevur fingið. Tað er týðuligt og greitt, at veljarar uttan mun til tilhaldsflokk, øll hava fingið tað fatan, at øll ábyrgdin av tí, sum er farið fram liggur av tí handfaring, sum danska fólkatingið og danska stjórnin hevur kraft av okkum føroyingum, tað skal eingin ivi vera um, at fleiri av teimum krøvum, sum eru frammi hava verið meira enn órímilig, men samstundis sum vit ábyrgda dønum fyri teirra leiklut, so eiga vit ikki at gloyma, at krøvini frá donsku stjórnini og einum stórum meirluta í danska fólkatinginum eru í veruleikanum góðkend av okkara egnu umboðum, tí teir eru báðir limir í donskum flokkum, Óli Breckmann í Konservativa og Johannes Martin Olsen í Vinstra flokkinum. Teir mugu taka sín part av teimum krøvum, sum vóru sett føroyingum, teir eru framvegis stuðlar hjá donsku flokkunum og verða teir aftirvaldir, so stuðla teir eina borgarliga stjórn, sum ikki kann fráleggja sær ábyrgd av tí, sum er farið fram her heima. Teir borgarligu hava verið greiðir yvir skeivu gongdina í Føroyum. Verandi umboð hava verið vitandi um gongdina, tí hetta sum hendi rnú, er ikki komið beint nú. Teir borgarligu høvdu ræðið í Danmark við hjálp frá føroysku fólkatingslimunum. Tað vil undra meg, um teir ikki sum stuðlar hava verið kunnaðir um ætlandi tiltøk, sum framd eru ímóti Føroyum, men teir hava valt at tiga. Vorðin sum umboð at eiga. Tá Sambandsflokkurin í 1980-84 hevði leiðsluna í Tinganesi, komu fleiri ávaringarskjøl til landsstýrið, men teir gjørdu einki við tað, og danska borgarliga stjórnin fylgdi ikki ávaringunum upp, tí teir høvdu brúk fyri stuðlinum frá føroysku fólkatingslimunum, og í Føroyum sat ein borgarligur meirluti, tí hendi einki. Avleiðingarnar kenna vit nú av borgarligum stýri og eru tað føroyskir veljarar sum nú broyta støðu orsakað av hendingunum, og nú fara at velja loysingarleiðina, so er at minnast til, at loysingarflokkarnir, ja, sjálvt teir villastu í samgongu, boygdu seg fyri teimum donsku krøvunum, fyri danska fólkatinginum, teir mótmæltu ikki, teir lótu ikki tað føroyska fólkið fáa møguleikan at siga sína meining og at taka støðu til avtaluna, nei undirskrivað bleiv og avleiðingarnar blivu fíggjarognaravgjald av uppspardum peningi, tað var úrslitið. Grundgevingin fyri undirskrivingina og ognaravgjaldið var: >>Tað er einasta gongda leiðin<<. Verður fólkatingsvalið eitt loysingarval, hvør tekur avleiðingarnar og hvør skal gjalda gildið. Sverre Midjord Terji Nielsen Handilsskúlanæmingar hava egna fyritøku Flokkurin F3 á Føroya Handilsskúla í Havn hevur eina øðrvísi uppgávu enn aðrir hanilsskulaflokkar í Føroyum. Hesin flokkurin er býttur upp í 4 bólkar, og allir bólkarnir hava so stovnað sína egnu fyritøku Skúlaflokkar í 20 londum kring Europa luttaka í einum projekti, ið á føroyskum verður nevnt Ungt Virki. Á Føroya Handilsskúla í Havn er ein flokkur, F3, sum eisini tekur lut í projektinum. Tey hava síðan tíðliga í heyst stríðst við at gera síni egnu virkir. Eginpeningin hava tey sjálvi útvegað og keyp og søla fer fram í reiðum peningi. Endamálið við hesum arbeiði er at fáa fleiri ung at tora at seta virkir á stovn. Á eini framsýning á handilsskúlanum fríggjadagin fara bólkarnir at hava sín egna sølubás, har tað eisini verður gjørligt at keypa framleiðslurnar hjá teimum ymsu bólkunum. Teir 4 bólkarnir/virkini í F3 eita Miðan, Telememo, Antik og Disc Watch, og framleiðslan spennir heilt úr ullintum lendavermarum til skáp! Antik Vit vóru á handilsskúlanum og hittu tey 5, Nancy Hejnesen, Jonu Jensen, Hall Gunnarsson, Rógva Joensen og Bárð Háberg, sum í felag hava stovnað virkið Antik, sum fæst við framleiðslu og sølu av skápum. Tey greiða frá, at tað byrjaði við, at tey,tá tey vóru upptikin á skúlan, fingu ein fyrispurning frá leiðslu skúlans, ið spurdi, um tey høvdu áhuga fyri at koma í ein flokk, sum skuldi stovna síni egnu virkir í skúlaárinum. Hesi 5 vóru millum tey, ið góvu játtandi svar. Tá ið tey byrjaðu í skúlanum, vóru tey so býtt í 4 bólkar. Hesir skuldu síðan finna sær eina framleiðslu, ið tey mettu hava møguleika fyri at bera seg. Hugskotið kom úr Stockholm Sonja Oyrabø Petersen, lærari á handilsskúlanum, samskipar tiltakið. Hon sigur við Sosialin, at hon einaferð var bjóðað til Stockholm, har Nordisk Ministerråd hevði samlað lærarar til at gera undirvísingartilfar til arbeiða við á internetinum. Har kom hon í bólk við tey, sum høvdu Ung Virksomhed, og soleiðis tók hon hugskotið við sær til Føroya. Hesin bólurin hevði ætlanir um at hava handilssamband yvir internetið. Tað vil siga, at næmingarnir høvdu møguleika fyri at selja sínar vørur yvir internetið. Hon sigur eisini, at tey royndu hetta í fjør, men við ikki eins góðum úrsliti sum í ár. Hetta kemst helst av, at í fjør vóru næmingarnir noyddir til at arbeiða við tí, meðan tað í ár bert eru næmingar, sum vístu tiltakinum áhuga, ið taka lut. Teir 5 næmingarnir greiða frá, at tey hava arbeitt uttan beinleiðis hjálp frá lærarunum. Tey fóru sjálvi út at finna fyritøkur, ið vóru fúsar til at stuðla teimum, og tað eydnaðist eisini. Tey hava fingið stuðul frá 5 fyritøkum, HH-Trans, Miklagarði, Hjá Fróða, Dáanum og so Stakksmiðkuni, ið hevur smíðað skápini fyri tey. Spennandi og lærurík tíð Næmingarnir siga víðari, at hetta hevur verið ein sera strævin, men spennandi og lærurík tíð, sum tey ikki høvdu viljað verið fyri uttan. Ein kundi kanska trúð, at eitt tílíkt arbeiði hevur ávirkað vanligu tímatalvuna, men so er ikki. Næmingar hava tó fingið frí frá vanligu tímunum, tá ið tey hava havt serligan tørv á tí. Alt arbeiði er annars farið fram eftir skúlatíð! Nancy Hejnesen, ið er stjóri í Antik, sigur, at tey í arbeiðinum hava lært at stovna eitt virki, at reka eitt virki og at taka av eitt virki. Tá ið skúlaárið endar, skulu tey lata ein likvidatiónsroknskap inn til ummælis. Tey hava framleitt 20 skáp fyri fyrst, og søluprísurin er kr. 998,-. Tað er heldur ikki uttan orsøk, at tey hava valt at framleiða 20 skáp við einum søluprísi á kr. 998,-. Um tey selja fyri meira enn kr. 20.000,- eru tey noydd til at gjalda meirvirðisgjald, og so lønar teg seg ikki! Vinnandi bólkurin skal í donsku finaluna Alt hetta er partur av einari kapping, ið nevnist Young European Enterprise. Tá ið lærarar á handilsskúlanum saman við umboðum úr føroyska vinnulívinum hava valt tað besta virkið í F3, fer vinnandi bólkurin at taka lut í teirri donsku finalini. Alt endar so við einari stórari europeiskari finalu. Næmingarnir fáa eisini eitt prógv frá Ung Virksomhed fyri at hava luttikið í projektinum. Sonja Oyrabø Petersen sigur, at slíkar kappingar eisini eru í Ameriku og Asia. Hjá teimum, sum hava áhuga fyri at hoyra nærri um tiltakið og síggja framleiðsluna, ber til at fara á sølustevnuni á Handilsskúlanum í Havn seinnapartin fríggjadagin. Hin afturíafturkomni So endaði Finnbogi Arge aftur í Fólkaflokkinum. Nøsina niðast til høgru eiga sambandsfólkini, ið valdu hann á ting Jan Müller Ikki longur vera politiskt klípi Hóast flestu okkara høvdu roknað við at skula atkvøtt til løgtingsvalið fyri fólkatingsvalið, so er veruleikin tann, at vit um tvær vikur hava valt tvey nýggj føroysk umboð á Fólkating. Í Føroyum er dysturin um fólkatingsmenninar vanliga ein dystur millum tríggjar flokkar - ongkuntíð tó millum fýra. Hesaferð er - sambært veljarakanningum - mest sannlíkt, at dysturin fer at standa millum Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin, meðan triðji flokkurin verður annaðhvørt Fólkaflokkurin ella Javnaðarflokkurin. Men í politikki kann alt henda - eisini tað, at Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin fara við sigrinum. Nú um dagarnar frættist um tveir politikarar, sum høvdu leitað sær heimaftur. Tann fyrri var Finnbogi Arge, sum aftur hevur meldað seg inn í Fólkaflokkin. Við tvey tey seinastu valini hevur hann verið valdur á ting fyri Sambandsflokkin, men í 1990 var hann eisini á listanum hjá Fólkaflokkinum, men valdi heldur Sambandsflokkin. Í gjár frættist so, at Tjóðveldisflokkurin veruliga ætlar at fáa mann valdan á Fólkating hesaferð. Tey loysingasinnaðu megna illa at draga línu í felag, og í Tjóðveldisflokkinum hava høvdingar stríðst í áravís, og er ilt at fáa eyga á ein veruliga leiðara. Men nú hevur flokkurin so vent sær til Zacharias Wang úr Frælsisfylkingini. Hann fekk við seinasta fólkatingsval fekk 1110 persónligar atkvøður, meðan formaður Tjóðveldisfloksins einsans fekk 672. Tekur Zacharias Wang av tilboð Tjóðveldisfloksins um at stilla upp á tjóðveldislistanum, verður tað hansara lívsins kjansur at fáa danskar politikarar og danskar fjølmiðlar á tal - kanska tiltrongt, nú Jacob Haugaard ikki stillar uppaftur. Fakta er so, at tað eru teir víðgongdastu flokkarnar í tjóðskaparmálinum, Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin, sum standa til at fáa fólkatingsmenninar. Javnaðarflokkurin hevur seinastu tíðina víst, at hann vil broyta viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Tað einasta konkreta er, at uppskot er lagt fram á ting um setan av stjórnmálanevnd, sum skal fyrireika broytingarnar. Hetta uppskot hevur verið blokerað av løgmanni, men verður helst samtykt hesaferð. Javnaðarflokkurin eigur nú at gera veljarunum púra greitt, at flokkurin ikki longur vil vera politistk klípi hjá danskari javnaðarstjórn - men at flokkurin vil hava avgerandi ávirkan á øll viðurskifti, sum hava við Føroyar og føroysk viðurskifti at gera. Alt annað er í andsøgn til endamáls floksins um at broyta viðurskiftini millum Føroyar og Danmark soleiðis, at talan veruliga verður um samstarv millum tjóðir á jøvnum føti. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Upp í skrið av vestri, seinnapartin hækkar hann upp í útnyrðing og minkar vindin eitt skifti. Vátaslettings- ella kavaælingur og hitin millum 1 og 4 stig - um náttina um frostmarkið. Veðrið fríggjadagin: Upp í skrið av útnyrðingi, hækkandi upp í norðan og sólglottar, men eisini grovur kava- ella heglingsælingur. Hitalagið millum 2 og 5 kuldastig. Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin: Upp í skrið av norði, men mánadagin minkar hann vindin spakuliga. Sólglottar, men grovur kava- ella heglingsælingur. Hitalagið millum 3 og 7 kuldastig. Í gjár: Eitt lágtrýst yviri á Eysturlandinum fer í landnyrðing og dýpist. Kuldabrúgvin haðani til havið sunnanfyri Ísland fer spakuliga eystureftir og verður væntandi yvir Føroyum í kvøld og hevur kaldari veður við ælingi við sær. Í dag: Seint hósdagin ella fríggjanáttina hækkar hann upp í norðan við frosti og kavaælingi. Fríggjadagur 27. februar 1998 Ólavur Waag Høgensen Eftirlønarskipanir í tráð við dagsins samfelag Fólkaeftirlønin var stórt framstig í sínari tíð, men síðani eru fortreytirnar broyttar. Rákið talar fyri persónligum avtalum, heldur enn standard-veitingum, og hartil kemur, at eftirlønarskipaninar eru óheftar av búskaparkonjunkturunum og sostatt virka stabiliserandi uppá samfelagsbúskapin Tummas Eliassen, stjóri á Føroya Lívstrygging: - Rákið talar fyri persónligum avtalum, eldur enn stardardveitingum Broytingar á tryggingarøkinum førdi frá ársskiftinum við sær, at Føroya Lívstrygging varð loyst frá Tryggingarsambandinum og fekk egna nevnd og egnan stjóra. Tummas Eliasen eitur nýggi stjórin. Hann er 42 ár og útbúgvin innan politisk vísindi á universitetinum í Århus; skal tað vera uppá fínt, so eitur tað cand. scient. pol. Sjálvur er hann leirvíkingur, men í dag býr hann á Toftum saman við konuni Helenu og 20 ára gomlu dótrini Kirstin. Tá ið hann var liðugur við útbúgvingina við árslok í 1985 fór hann í starv á Almannastovuni sum fulltrúi í gott ár. Í mars 1987 tók hann við starvinum sum fíggjarstjóri á Tryggingarsambandinum Føroyar og Føroya Lívstrygging. Síðani 1995 hevur hann eisini havt dagligu ábyrgdina av rakstrinum á lívstryggingini. Fyri ein tryggingarstjóra er cand. scient. pol.-útbúgvingin ikki tann býttasta at hava, tí hon lærir teg m.a. at lesa av, hvørji áhugamál, ið ymiskir samfelagsbólkar hava, hvørjar fortreytir teir hava fyri at røkja síni áhugamál, og hvussu hesar fortreytir broytast við samfelagsgongdini; tá ið talað verður um fortreytir, so verður m.a. hugsað um, hvørja støðu teir hava í samfelagnum og hvussu væl ella illa teir eru fyri við ymiskum ressursum sum t.d. leiðslu og fyriskipan, pengum o.s.frv. Broyttar fortreytir Og Tummas Eliasen vísir á, at samfelagsbroytingarnar tey seinastu 10-15 árini hava havt við sær avgerandi broytingar á hansara virkisøki, kanska serliga tá ið tað kemur til eftirlønarspurningin. Áðrenn fólkapensiónin ella fólkaeftirlønin kom í gildi í Føroyum í 1959, so var spurningurin um eftirløn roknað sum ein privat søk. Við fólkaeftirlønini broyttist hesin hugburður til tað, sum hevði verið vanligt í skandinavisku londunum í áravís: Eftirlønin var ikki longur ein privatur spurningur, men eitt knæsett politiskt prinsipp, galdandi eins fyri øll og fíggjað yvir almennu fíggjarlógina. Síðani er so mangt broytt í okkara samfelag, soleiðis at eisini fortreytirnar í spurninginum um eftirløn eru broyttar. Tí kemur tað ikki av ongum, at rembingar hava verið á eftirlønarøkinum í nøkur ár og meira nú enn nakrantíð. Hesar rembingar síggjast fyri ein part á tryggingar- og uppsparingarmarknaðinum, eftirsum tað eru alt fleiri, ið tekna privatar skipanir at hava aftrat almennu eftirlønini. Og fyri ein part síggjast hesar rembingar í hesum, at eftirlønarspurningurin er vorðin alt meiri sjónligur á politisku dagskránni síðstu árini. Javnaðarflokkurin hevur gjørt >>samhaldsfasta<< til eitt hjartamál, meðan Fólkaflokkurin hevur havt uppskot frammi um eina fólkatrygging; og herfyri segði landsstýrismaðurin í almannamálum, Kristian Magnussen, at tey, sum hava eina eftirlønarskipan, skulu ikki rokna við at fáa eina almenna eftirløn. Við hesum úttalilsi gjørdi landsstýrismaðurin rættiliga hol í sjógvin; hann segði snøgt sagt, at tað, sum í skjótt 40 ár hevur verið roknað sum eitt sjálvsagt rættarkrav, als ikki verður nøkur sjálvfylgja í framtíðini. Grundgevingin hjá landsstýrismanninum var, at tað almenna ikki framyvir fer at hava ráð til at fíggja eina nøktandi eftirløn til øll, og játtanin tískil má brúkast til tey, sum eru ringast fyri, tá ið tey kom í eftirlønaraldur. Hvør so tann almenna eftirlønarskipanin verður í framtíðini, so er Tummas Eliasen grundleggjandi samdur við landsstýrismannin í hesum, at tað almenna ikki framyvir verður ført fyri at figgja eina nøktandi eftirløn fyri allar samfelagsborgarar. Hóast almenna fólkaeftirlønin í rúma tíð enn verður tað berandi hjá mongum, so verður tað alt meiri vanlig uppfatan, at soleiðis verður tað ikki, tá ið vit hyggja longur fram. Fólkaeftirlønin tá og nú Tummas Eliasen vísir á, at fólkaeftirlønin í dag er lutfalsliga nógv minni enn hon var í síni tíð. Fólkaeftirlønin var eitt ovurstórt framstig í síni tíð. Tað mest vanliga í sekstiárunum í Føroyum var, at maðurin hevði lønt arbeiði, meðan konan var heima. Tá ið tey komu í eftirlønaraldur, so komu tvær líkinda eftirlønir í staðin fyri ta einu lønina. Í hesum viðfangi er vert at geva gætur, at sjálvt um lønarlagið í Føroyum var munandi lægri enn í Danmark, so var eftirlønarupphæddin tann sama í báðum londunum. Stjórin á Føroya Lívstrygging vísir á, at millum tey, sum vóru á arbeiðsmarknaðinum í seks- og sjeytiárunum, var tað vanligt at spara upp, hóast tey kundu síggja fram til eina almenna eftirløn, - tey vóru so at siga børn av teirri gomlu tíðini. "yðrvísi við teimum, sum hava verið í vinnuførum aldri í átta- og nítíárunum, - millum teirra hevur ikki verið siðvenja at spara upp. Hetta hevði eisini samband við høga kostnaðarstøðið, ikki minst á húsamarknaðinum, í áttatiárunum, og ógvusligu niðurgongdini í nítíárunum. Fyri tey verður tað at fara uppá eftirløn eitt stórt afturstig, hjá summum kanska ein katastrofa, sigur Tummas Eliasen. Samfelagið er í dag nógv meiri sundurgreinað, soleiðis at skilja, at vit í dag hava nógv fleiri ymiskar samfelags- og vinnubólkar, sum eru heilt ymiskt fyri. Hendan sundurgreining og so tað at fólk kenna seg minni bundin av siðvenju enn áður hevur, so eisini havt við sær eina hugburðsbroyting, har tann einstaki ikki longur er ein av fleiri, men heldur er einstaklingur við sínum tørvi og sínum persónliga lívsstíli. Avtala eftir tørvi Ein privat eftirlønarskipan hóskar tí betur til eitt slíkt sundurgreinað samfelag. Har almenna eftirlønin er ein standard-veiting, stórt sæð uttan mun til tína persónligu umstøður, so kanst tú við eini privatari eftirlønarskipan avtala teg til eina eftirløn, ið passar júst tín tørv, sigur tryggingarstjórin. Tað, sum sipað verður til, er, at tú kanst avtala teg til, hvussu stór eftirlønin (og harvið inngjaldið) skal vera, og tú kanst avtalað, at ein partur av inngjaldinum skal fara til eitt ella fleiri sløg av tryggingum, t.d. við óarbeiðsføri ella deyð. Í høvuðsheitum eru tríggir inngangir til eina eftirlønarskipan. Ein er hesin, at tú persónliga vendir teg til tryggingina og gert eina avtalu; ein annar er, at tú ert í starvi hjá einari fyritøku, sum í forhond hevur gjørt eina trygging fyri sínar meðarbeiðarar sum part av setanarsømdunum, ein sokallað virkiseftirlønarskipan (eftirlønarsømdir verður alt meiri roknað sum ein týðandi liður hjá fyritøkum í kappingini um arbeiðsmegina); og tann triði er, at tað fakfelagið, sum tú ert limur í, hevur gjørt eina eftirlønarskipan fyri sínar limir. Gongdin í Føroyum líkist henni, ið verið hevur t.d. í Danmark. Fram til fyrst í sjeytiárunum var eftirløn stórt sæð bara alment fíggjað, men við og við varð greitt, at alment fíggjað eftirløn var ikki framtíðin. Serliga fakfeløgini tóku hendan táttin upp, og í 1989 høvdu øll fakfeløg gjørt eina arbeiðsmarknaðareftirløn fyri sínar limir; ætlandi verður inngjaldið átta prosent, tá ið tær endaliga eru komnar í fasta legu. Hendan gongdin, at fakfeløg gera eftirlønarskipanir fyri sínar limir, hevur eisini vundið uppá seg í Føroyum seinastu árini; eins og í t.d. Danmark er at fáa í lag eina skipan, sum eisini er nøktandi fyri tey, sum eru komin upp um tey 50 árini og sostatt hava lutfalsilga stutta tíð at spara upp til eftirlønarárini. So mikið er greitt, at við teirri gongd, sum tryggingarstjórin vísir á, at so ber til at siga, at tess sterkari tú stendur á arbeiðsmarknaðinum, jú betur ert tú fyri til at gera tær eina góða eftirlønaravtalu. Ella sagt øvugt: Tey, ið ikki hava verið so væl fyri á arbeiðsmarknaðinum, t.d. veri láglønt ella verið nógv arbeiðsleys, tey fara í høvuðsheitum bert at hava almennu eftirlønina á at líta. Spurningurin er so, um ikki hetta er ein óheppin gongd, ið fer at hava stórar ójavnar við sær. Altíð eitt politiskt element Tað kanst tú siga, men tað er trupult at síggja, at hendan gongd er undansleppandi ella kann vendast, tá ið hugsað verður um, at talið av eldri verður lutfalsliga størri og krøvini til tað almenna alt størri. Tí fer altíð at hanga ein politiskur partur uppivið eftirlønarspurninginum, og tað er tað orðaskiftið, ið landsstýrismaðurin hevur sett sjøtul á. Tummas Eliasen vísir á, at eftirlønar- og tryggingarskipanir hava eina uppsparingareffekt, hvørs týdningur ikki eigur at vera undirmettur í samfelagsbúskapinum. Í 1986 javnvigaði roknskapurin hjá Føroya Lívstrygging við 196 mió. krónum; á 1997-roknskapinum er javnvágin útvið 900 mió. kr. Krøvini til trygga plasering av slíkum peningi eru sera stór, og einar 600 mió. kr. eru plaseraðar uttanlands í virðisbrøvum. Meðan fígging av eftirlønin yvir almennu fíggjarlógina altíð fer at vera tengd at búskapargongdini, so koma longu nú árliga einar 60 mió. kr. til landið sum rentur frá okkara plaseringum, og tað uttan mun til, um tað gongur væl ella illa í føroyska búskapinum. Tummas Eliasen minnir á, at Føroyar eru eitt lítið samfelag, ið grundar sína tilveru á náttúrtilfeingi, og tí kann vera sera viðbrekið; privata eftirlønaruppsparingin hevur sostatt eina stabiliserandi ávirkan á føroyska búskapin. Í praksis vil tað siga, at ommur og abbar óheft av konjunkturunum kunnu fara út at ferðast ella hvat tey prioritera, sigur Tummas Eliasen. Í hesum viðfangi vísir hann á, at í 1993, tá ið kreppan var uppá tað ógvusligasta, tá var skarvað av viðbótini hjá pensiónistum millum 67 og 70 ár, sum t.d. egndu ein stamp. Politikkarnir sóu seg noyddar at gera hetta, tí almenna fíggjarlógin var so hart fyrispent. Hava fólk egnar eftirlønarskipanir, so eru tey ikki so heft av almennum veitingum, og hartil kemur, at tey standa meiri frítt í spurninginum um, nær tey fara av arbeiðsmarknaðinum og hvussu nógv tey vilja arbeiða eftir at tey hava gjørt av at fara uppá eftirløn. Í Danmark og hinum skandinavisku londunum hava eftirlønargrunnar fingið alt størri týdning fyri íløgumynstrið í samfelagnum, og serliga frá borgarligari síðu var stúrt fyri, at hesir grunnar fóru at fáa ov stórt vald. Í dag er hesin óttin burtur, tí eisini vinnulívið hevur sanna tann týdning, ið grunnarnir hava. Lívstryggingin hevur fyrst og fremst skyldu mótvegis tryggingartakarunum at umsita inngoldnu pengarnar trygt, og tí verða teir fyri tað mesta plaseraðir í virðisbrøvum uttanlands. Hinvegin kann tað sjálvsagt eisini vera skilagott at læna ein part út til kommunur, fyritøkur og stovnar eins og vit hava gjørt árini frammanundan; og vit ætla okkum eisini at vera virkin í føroysku samfelagsmenningini í tann mun tað er ráðiligt, sigur nýsetti tryggingarstjórin, sum í frítíðini er virkin í B68, m.a. sum nevndarlimur, dámar væl at fara á flot og at fiska síl. Niclas Johannesen Kjartan farin úr fiskinum í oljuna Nevndarformaðurin í nýggja føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum Kjartan Hoydal roknar við, at hansara drúgvu royndir í sambandi við fiskivinnusamráðingar koma honum til góðar, nú nevndin er farin til verka Kjartan Hoydal, fiskifrøðingur er nevndarformaður í nýggja oljufelagnum Atlantic Petroleum Einaferð var hann mætasti embætismaður í Føroyum, fyrrverandi fiskivinnustjórin í Tinganesi Kjartan Hoydal. Men so fór hann í farloyvi, og fyri kortum var hann valdur formaður í nevndina fyri fyrsta føroyska, privata, oljufelagið Atlantic Petroleum, sum - um tað mesta gongur, sum tey flestu rokna við - skjótt kann fáa Fiskavirking og Fiskasøluna at síggja út sum smáfyritøkur. Og onki bendir á, at Kjartan ætlar sær aftur í Tinganes í bræði. 4 ár aftrat - Eg havi farloyvi úr Tinganesi inntil ár 2000. Men eg havi boðað frá, at eg møguliga søki um at fáa longt farloyvi fýra ár aftrat, sigur Kjartan Hoydal, sum í løtuni júst er staddur í Íslandi. Hann virkar nevniliga sum stjóri í Norrønum Atlantssamstarvi - eisini kallað NORA. Men hvussu ber tað til, at Kjartan Hoydal, sum fyrst og fremst hevur gjørt vart við seg í fiskivinnuumsitingarligum høpi, nú skiftir hest og fer í oljuna? - Eg fekk eina áheitan frá teimum, ið hava tikið seg saman at gera føroyskt oljufelag, um eg vildi koma við í nevndina. Og eg haldi, her eru nógv spennandi perspektivir í eygsjón. Hetta er ein kjansur hjá føroyskum vinnulívi at koma beinleiðis við í oljuvinnuna. Vanligi tankin hevur annars altíð verið, at vit kundu í besta føri vera við í frálandavinnuni, meðan vit ongan kjans høvdu, tá tað snúði seg um at leita eftir og útvinna olju, sigur Kjartan Hoydal. Samstarv neyðugt Nevndarformaðurin í føroyska oljufelagnum dylir tó ikki fyri, at neyðugt verður hjá felagnum at fara í samstarv við okkurt av teimum stóru útlendsku oljufeløgunum, sum hava áhuga at bora eftir olju undir Føroyum. Tær 25,5 mió. krónurnar, sum higartil eru fingnar í partapeningini eru eisini reinir smápengar í oljuhøpi. Og hóast málið er at selja partabrøv fyri 30 milliónir til áhugaðar føroyingar, so verður tó framvegis neyðugt við samstarvi. Í fyrstu syftu er málið at fáa fólk at tekna 10 milliónir krónur aftrat í partapeningi. So nú verður skjótt møguligt hjá øllum áhugaðum føroyingum at keypa partabrøv á einum virði heilt niður á 500 krónur. Kjartan Hoydal vísir á, at føroyska oljufelagið verður rikið eftir reint handilsligum treytum. Hann er heldur ikki bangin fyri, at hetta privata oljufelagið fer at leggja fót fyri einum almennum føroyskum oljufelag. Hann vísir til frágreiðingina hjá Oljuráðleggingarnevnd landsstýrisins. Sambært frágreiðingini er endamálið við einum føroyskum landsoljufelag eitt nú "at byggja upp yrkisførleika", "at fáa fáa beinleiðis ávirkan á avgerðartilgongdina" og "at tryggja verktøkur og arbeiðsmegi í landinum". - Eg dugi ikki at síggja nakra andsøgn millum eitt privat føroyskt felag, og tað, sum í frágreiðingini verður sagt at vera endamálið við einum føroyskum landsoljufelag, sigur Kjartan Hoydal. Samráðingarnar telja Hóast Kjartan nú at kalla skiftir fiskin út, so er hann ikki bangin fyri at glíða í oljuni. - Í veruleikanum eri eg útbúgvin sum ein kvart geologur og ein kvart plantufrøðingur, sigur fiskifrøðingurin. Sum embætimaður í Tinganesi var Kjartan Hoydal við til nógvar altjóða samráðingar. Og hetta kann hann dúva uppá. - Hetta við at samráðast, tað er ikki tann stóri munurin, um tað so er um fisk ella olju, sigur hann. Niclas Johannesen Formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum: Meira sigling minkar um útflutningin av heilum fiski Ráfiskakeyparar vilja økja um Skotlandsiglingina, soleiðis at siglt verður tríggjar ferðir um vikuna. Hetta fer eisini at minka um útflutningin av óviðgjørdum fiski, sigur formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum Páll Gregersen Tann 1. apríl gevst Pasadena at sigla til Skotlands, samstundis krevja ráfiskakeypararnir at silgt verður tríggjar ferðir um vikuna Um somu tíð, sum Skipafelagið ger vart við, at Pasadena er passé, krevja føroysku ráfiskakeypararnir at fáa eitt skjóttgangandi skip at sigla til Skotlands tríggjar ferðir um vikuna. - Tað er rætt og slætt neyðugt, um vit skulu standa okkum í kappingini, sigur formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum Páll Gregersen. Hann vísir á, at allir Ráfiskakeyparar eru samdir um hetta. Páll Gregersen leggur dent á, at tað er alneyðugt fyri tey, ið framleiða fesk fløk, at økt verður um siglingina til evropeiska meginlandið. - Sum nú er, verður allur fiskur landaður mikudag og hósdag. Orsøkin er, at øll tey, sum liva av at senda heilan, óviðgjørdan fisk av landinum ikki bjóða upp á fiskin, fyrr enn hesar báðar dagarnar. Og tað er tí, at skipini sigla ikki til Skotlands fyrr í vikuni. Tað verður bara siglt hóskvøld og fríggjadag. Fáa vit harafturrímóti ein bát, sum fer at sigla týsdag, hóskvøld og leygardag, so fara føroysku bátarnir eisini at landa mánadag. Og so verða føroysku virkini meira kappingarfør, sigur Páll Gregersen Formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum vil tó ikki koma inn á, hvussu ein slík skjóttgangandi farleið skal fíggjast. Hann vísir bara til at Ráfiskarafelagið er í gongd við eina kanning, har eisini tann spurningurin verður vendur. Áki Bertholdsen Nú mugu vit halda uppat at reypa um arbeiðspláss Fremsta uppgávan er ikki at skapa arbeiðspláss. Fremsta uppgávan er at skapa eina vinnu, sum gevur yvirskot. Tí so koma arbeiðsplássini av sær sjálvum. Og tað kemur ikki skil á fiskivinnuna, fyrrenn allur stupul er burtur, tí stuðulin bedøvar reiðarar og ger tað óneyðugt at bróta upp úr nýggjum Hans Andrias Joensen ­John Petersen er heilt avgjørt á rættari leið. Eg vóni bara at hann nú megnar at standa ímóti trýstinum. Seinastu dagarnar hava vit javnan hoyrt harmaljóð frá reiðarum, sum gremja seg um, hvussu álvarsligar avleiðingar verða, um John Petersen, landsstýrismaður fær makt, sum hann hevur akt, og fær tikið íløgustuðulin av nú í mars mánaða. ­ Verður stuðulin tikin av, fara nógv skip á heysin og fleiri hundrað arbeiðspláss fara fyri skeytið, hava ávaringarnar ljóðað. Hinvegin eru ikki nógvir reiðarar, sum vilja siga, at teir eru púra samdir við John Petersen í, at stuðlin eigur at verða tikin av. Men ein av teimum er hósvikingurin, Hans Andrias Joensen, sum nú býr í Havn og sum eigur trý skip. Hann ikki bara tekur undir við John Petersen í at stuðulin skal burtur, ongantíð ov skjótt. Hann beinleiðis eggjar honum at halda fram og ikki at geva eftir fyri tí ómetaliga trýsti, sum liggur á honum frá teimum, sum ikki vilja missa stuðulin. Tí hann er púra sannførdur um, at hann er ikki einsamallur um at ynskja allan stuðul, har ið piparið grør. ­ Tað eru nógvir reiðarar, sum eru samdir við mær, og John Petersen í, at stuðulin skal takast av nú. ­ Allir hinir eru bara so sera varnir at gera vart við seg. Tí djúpt innan í sær sjálvum hugsa teir sum so, at fáa teir ein kekk frá Gjaldsstovuni, er tað sjálvandi ikki so galið, hóast teir í veruleikanum ikki hava brúk fyri pengunum, sigur Hans Andrias Joensen. Hava havt góða tíð Hans Andrias Joensen sigur, at hann tekur fult undir við, at íløgustuðulin eigur at verða tikin av nú. Hann sigur, at tað kann aldrin bera til, at tað kemur óvart á reiðarar, at íløgustuðulin verður tikin av nú. ­Tað eru eini fimm ár síðani, at vanligi rakstrarstuðulin varð tikin av og íløgustuðulin kom. Og tá varð gjørt greitt, at íløgustuðulin fór at verða tikin av nú. ­ Tvs, at reiðarar hava havt alla tað tillagingartíð, teir kunnu krevja. ­ Í eini fimm, seks ár hava teir vita, at íløgustuðulin hvarv nú. Teir hava vitað tað alla tíðina, eisini teir, sum keyptu bátarnar, eftir, at teir vóru saneraðir. Men nú siga fleiri, at tá ið teir keyptu bátarnar, var ein fortreyt nettupp tann, at íløgustuðulin varð verandi so leingi skuld var í skipinum? ­ Tað passar ikki. Tað hevur alla tíðina verið púra greitt, at íløgustuðulin helt uppat nú. Ungi reiðarin í Hósvík sigur, at tað ber ikki til at byggja eina vinnu á stuðul. ­ Vit mugu hugsa logiskt. ­ Øll vinnulívsfólk mugu heilt einfalt siga sær sjálvum, at eru tey í eini vinnu, sum ikki ber seg, so mugu tey gera ávísar rationaliseringar, so tað fæst at bera seg. ­ Men gongur tað framvegis ikki, er at gevast og at royna seg í onkrari aðrari vinnu ­ Soleiðis eiga vinnulivsfólk at hugsa, heldur enn bara at hugsa um at fáa slanguna í landskassan, hvørja fer tað ikki gongur Burtur frá tí gamla Hans Andrias Joensen sigur, at vit kunnu ikki blíva við at krøkja okkum í gamla siðvenju. ­ Tað ber ikki til at tvíhalda um eina vinnu, bara tí hon altíð hevur verið til. ­ Tað nyttaði heldur onki at tvíhalda um teir gomlu, kolfýrdu trolararnir, tí teir vóru so órationellir. ­ Vinnur broytist og mugu endurnýggjast og tillagast eftir tíðini og eftir umstøðunum. Spilla komin í Hans Andrias Joensen sigur, at eftir hansara tykki er ein spilla komin í føroyskan hugsunarhátt. Og tað er, at grundarlagið undir vinnulívinum er at skapa arbeiðspláss. ­ Tá ið nýggjar fyritøkur eru komnar, verður altíð reypað av, hvussu nógv arbeiðspláss eru skapt. ­ Men, hvussu nógvir studningur skal til fyri at skapa hesi arbeðsplássini, verður onki tosað um. Hans Andrias Joensen sigur, at vit mugu koma burturfrá, at fremsta endamálið við at seta fyritøkur á stovn, er at skapa arbeiðspláss. ­ Fremsta endamálið hjá vinnulívinum er ikki at skapa arbeiðspláss. ­ Fremsta uppgávan er at skapa ein vinning. ­ Tað hevur spilt manga fyritøkuna, at hugsað verður fyrst og fremst um at skapa arbeiðspláss. Tað er ein grund til, at skilið er so illa vorðið í føroyskum vinnulívið, at tað er so trupult at fáa nakað at bera seg. Tað er ikki uppgávan hjá vinnulívinum at hugsa um at skapa arbeiðspláss. ­ Fólk skulu eggjast til at seta pengar í vinnulívið tí tey rokna við at teir kasta nakað væl meiri av sær har, enn teir gera í bankanum. ­ Men tann aðalhugsjónin fyri einum frælslyntum vinnulívi er tíverri pakkað væl niður og lagt á ovastu hyll onkusntaðni. ­ Hinvegin er so eisini vandi fyri at missa pengarnar, um fyritøkan ikki gongur. Hans Andrias Joensen sigur, at hann trýr heldur onki uppá, at støðan er so ring, sum nógvir reiðarar vilja gera hana til. ­Eg veit t.d. um djúpvatnstrolara, sum hevði eina millon í avlopið, men sum kortini fekk eina millión í íløgustuðuli. ­ Og tað sigur seg sjálvt, at hetta er við til at avlaga kappingina, tí tað er oyðileggjandi fyri bátar, sum ongan stuðul fáa, um henda milliónin t.d. verður brúkt til at keypa fiskidagar fyri. Annars heldur hann, at tað er nógv fyri at hoyra somu, gomlu 3serfrøðingar3, sum stóðu á oddafyri vinnulívinum í áttatárunum, framvegis bjóða seg fram sum serfrøðingar at fortelja okkum, hvussu vit eiga at gera. ­ Teir fingu tað ikki at bera til við eini hálvari milliard í stuðuli. Og teir fáa tað framvegis ikki at bera til, hóast rokfiskiskap og topp-prísir. So eg veit ikki, hvat teir eiga at hava sína sokallaðu 3ekspertisu3 í. ­ Teir dugdu ikki lektiuna í áttatiárunum, og eg veit ikki, hví vit skulu halda at teir duga betri nú í nítiárunum. Bara halda tørn Tí eggjar Hans Andrias John Petersen til at halda tørn. ­ Eg eri púra vísur í, at tann politikari, sum leggur atkvøðufiskaríið á hylluna, og hugsar um samfelagið og skattaborgaran í hesum landi, fer at draga tað longra stráið, sum frálíður. ­ Og tað fer John Petersen eisini at gera, um hann heldur fast við, at stuðulin skal takast av. ­ Tað eru nakrir fáir, sum ikki klára seg, sum rópa upp ­ Men heldur enn at lurta eftir teimum fáu, eigur hann at gera tað, sum gagnar tí tigandi meirilutanum best. ­ Eg haldi, at vinnan skal sigla sín egna sjógv nú. Eg ivist í, um nakar bátur fer á heysin um íløgustuðulin verður tikin av, sama hvussu reiðarar vena seg nú. ­ Men lat teir so fara. Lat so onkran fáa teir, sum er førir fyri at hugsa øðrvísi og kanska kann finna uppá okkurt, sum ber seg. Hans Andrias Joensen leggur, afturat, at sum er, verður íløgustuðulin ikki brúktur til íløgur, men til vanligan rakstur, og tað má halda uppat Hinvegin hevur hann onki ímóti, at landið hjálpir til eitt avmarkað tíðarskeið, fyri at fáa nýskapandi vinnur á føtur og fyri at fáa nýggj vinnutól uppundan. Men tað, sum reiðarar siga, er, at hetta er ein stuðul, sum loysir seg, tí bátarnir kasta meiri av sær til samfelagið í seinna endanum, enn teir fáa í stuðuli og at teir tí geva eitt íkast til samfelagið, hóast teir fáa stuðul? ­ Eg veit ikki, hvussu langt vit skulu fara við tí. ­ Alt er eitt íkast til samfelagið. Hvørja ferð tý grevur eina rennu, er hon fyri so vítt eitt íkast til samfelagið. ­ Men vit fáa onki vinnulív á føtur, uttan at vit skipa so fyri, at vinnan kastar nóg mikið av sær til at hon sjálv kann gera í løgur í nýggjar vinnur og í nýggj vinnutól. ­ Tástaðni fara arbeiðsplássini eisini at koma av sær sjálvum. ­ Og tað er ein gomul, føroysk sannroynd, at neyð lærir nakna kvinnu at spinna. ­ Men kemur tú ongantíð í neyð, kemur tú heldur ikki víðari. So er bara at liggja á tí sama toginum, tí fært tú ikki fisk, er bara at far í landskassan eftær tí, sum manglar í. ­ Tí ger stuðulin onki uttan tað, at hann bedøvar reiðarar til ikki at royna nakað nýtt. Ikki fyrrenn stuðulin er tikin av, verða teir motiveraðir til at ganga nýggjar leiðir, heldur Hans Andrias Joensen. >>Vesturvón<< í norskan sjógv ímorgin Í fjør hevði >>Vesturvón<< eina kvotu upp á 5000 tons í rundum eystanfyri, men í ár er hon bert 3.700 tons. Talan er sostatt um eina minking upp á 1300 tons, sum í søluvirði svarar til einar 15 mió. kr. við tí prísi, sum er á flaki í dag Tað sær ikki so gott út hjá flakatrolarunum í ár sum í fjør og kemst hetta av stóra niðurskurðinum í kvotuni eystan fyri hjá flakatrolarunum. Sørvágstrolarin >>Vesturvón<<, sum byrjar nýggjan túr aftur í morgin, hevði 5000 tons í rundum eystan fyri í fjør, men í ár er henda kvota bert 3.700 tons. Minkingin í kvotuni eystan fyri er sostatt 1300 tons og við tí flakaprísi, sum er nú, hava hesi 1300 tonsini eitt søluvirði um einar 15 mió. kr. Í morgin fer >>Vesturvón<< í norskan sjógv, har kvotan er 1123 tons í rundum tilsamans. 396 tons av hesi samlaðu kvotu í norskum sjógvi eru flutt úr russiskum sjógvi, 339 tons toskur og 57 tons hýsa. Norska kvotan er 600 tons toskur og 127 tons hýsa. Spurdur um >>Vesturvón<< fer á svartkalvaveiðu í ár, sigur reiðarin Ólavur Petersen, at tað velst alt um, hvussu fiskiskapurin verður eystan fyri í ar. Seinast frættist frá flakatrolarunum, lógu teir um 30-40 tons um vikuna, verður upplýst. >>Vesturvón<< fiskaði 2000 tons í flaki í fjør, men upplýst verður ikki, hvussu nógv tolarin seldi fyri. Pf. Vesturvón hevur egið sølufelag, sum selir flakið til enska marknaðin. Flakavirki Í fjør keypti Pf. Vesturvón ein bygning frá Fiskavirking, sum nú verður gjørdur klárur til flakavirki. Bygningurin er 1400 fermetrar stórur og frystaríið tekur 900 tons. Ætlanin er at flakavirkið West Fish, sum nú húsast í øðrum bygninginum hjá Pf. Vesturvón, skal leiga henda størra bygningin, tá ið hann er klárur at taka í brúk, helst einaferð í summar. Bygningurin - tann Blái - verður nú gjørdur í stand, so hann lúkar øll tey nýggjastu krøvini, sum verða sett í dag. Spice World Tær heimsgitnu genturnar Baby, Posh, Scary, Sporty og Ginger Spice skulu upptraðka live í Royal Albert Hall. Managarin hjá teimum, Clifford (Richard E. Grant) er upp undir hendur í arbeiði. Tað er fyrstu fer, at Spice Girls skulu á pallin framman fyri einum so stórum publikumi, og nervarnir eru við at breiða seg. Tann valdsmikli blaðstjórin á tabloidblaðnum Daily Event, Kevin McMaxford (Barry Humphries) vil gera alt fyri at fáa genturnar í ónáði, og filmsleikstjórin Piers (Alan Cumming) er alla tíðina í vegin fyri øllum. Tann valdsmikli maðurin Chief (Roger Moore), sum stendur aftan fyri sukseina hjá gentunum, vísir stórt forstáilsi fyri ynski teirra um, bert at halda frí onkuntíð. Men mitt í øllum rokinum og fyrireikingunum er besta veninda hjá gentunum, Nicola (Naoko Mori) við at eiga, og einki skal tarna teimum í at vera við til hesa stóru hending. Tað verður kortini tíð til alt í hesi tempofyltu, musikalsku og undirhaldandi frásøgnini, har The Spice Girls við glimt í eyga fara so tætt at sær sjálvum og tí umhvørvi, tær eru partur av. Eitt ótal av kendum nøvnum eru við, eitt nú Elvis Costello, Stephen Fry, Bob Geldorf, Bok Hoskins, Elton John, Meat Loaf og Jennifer Saunders, sum øll gera filmin til eitt rættuligt veitslufýrverk. Tey seinastu fýra árini hava Spice Girls rættulig tikið heimin við stormi, selt milliónir av plátum og lagt ein púra unikan stíl, sum er kendur allastaðni. Allar fimm genturnar vóru á einum máli um, at næsti stigið skuldi vera ein filmur. Táverandi managerin hjá teimum, Simon Fuller var við upp á hetta, og saman við beiggja sínum, manuskripthøvundanum, Kim Fuller, fór hann í oktober 96 undir eitt nýtt kapitul í søguni um tær heimskendu genturnar. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Føroya Handilsskúli 30 ár og útbúgvingin 60 Handilsskúlin verður 30 ár í hesum skúlaárinum. Tá ið tað samstundis eru 60 ár síðan handilsskúlaundirvísing byrjaði í Føroyum, skipar skúlin fyri einari framsýning í dag millum kl. 14-16 Tríggir næmingar úr F1-flokkinum vísa okkum nakrar av teimum gomlu maskinunum sum verða sýndar fram Føroya Handilsskúli skipar fyri móttøku, á skúlanum, í dag millum klokkan 14 og 16. Orsøkin til hetta er, at Føroya Handilsskúli í hesum árinum verður 30 ár, og samstundis verður handilsskúlaútbúgvingin í Føroyum 60 ár. Framsýningin á handilsskúlanum vísir, í brotum menningina á skrivstovu- og handilsøkinum frá 1890 til 1998. Skúlin hevur lænt myndir til framsýningina frá Tórshavnar Býarsavnið og frá Fornminnissavninum. Harafturat hevur skúlin fingið hendur á nógv gomul skrivstovutól. Fleiri virkir hava verið so vinarlig at læna skúlanum maskinurnar. Og høvdu tær duga at tosa, so høvdu nógvar stuttligar søgur fingist burturúr. Frá Hotel Hafnia hevur skúlin lænt fyrsta kassatólið hotellið brúkti. Tólið sigur eitt sindur um tíðina. 30 krónur er hægsta upphæddin, sum kann >>sláast inn<<. Tað er sera vakurt og væl hildið. Síðani tá eru tíðirnar broyttar, og nýggjari tól eru komin á marknaðin. Frá Farodane hevur skúlin fingið eina skrivimaskinu frá 1890. - Hon líkist als ikki einari skrivimaskinu, men hon er sera áhugaverd sigur Ragnar Magnussen, stjóri, og leggur afturat: - Komi eg fram á eina líknandi maskinu, so keypi eg hana. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Fekk bronsuheiðursmerki og gyltan hamara Jóannes Weihe fekk í mikudagin handað sveinaprógv í sambandi við, at hann leygardagin 28. februar verður útlærdur sum húsasmiður. Sveinaroyndin var so væl úr hondum greidd, at hann fekk bronsuheiðursmerki fyri avrikið Fyrst fekk hann bronsumerki fyri gott hondverk, síðani gylta hamaran fyri góð samstarvsevni Komandi leygardag verður Jóannes Weihe útlærdur sum húsasmiður. Í tí sambandinum fekk hann handað sveinabræv mikudagin. Jóannes byrjaði at læra hjá Jens Chr. Dam í 1994, og tá hesin gavst, fekk hann arbeiði hjá Petur Eyðun Dam, og har hevur hann verið síðani. Eftir at kreppan fór at merkjast í Føroyum, minkaði talið av timburlærlingum. Tá ið Jóannes byrjaði at læra, var hann tann einasti sum lærdi húsasmíð tað árið. Síðani tá er talið av lærlingum hækkað rættiliga nógv. Sjálvt um kreppan gjørdi um seg tá hann byrjaði, so høvdu teir nokk at gera, sigur Jóannes. Teir gjørdu ymsar uppgávur fyri Landssjúkrahúsið, ymiskt, sum húsavørðarnir ikki megnaðu at taka sær av. Men tíðirnar eru nógv broyttar. -Tað sæst, at byggivinnan hevur fingið vind í seglini, sigur Jóannes. - Hetta er ikki tann árstíðin, tá nógv hús verða bygd, men vit hava úr at gera. So eg vænti, at tað verður ógvuliga nógv at takast við, tá summarið kemur. Nýggj skipan Jóannes Weihe er fyrsti húsasmiður, sum er útbúgvin eftir teirri nýggju skipanini. Skipanin varð broytt í 1994. Størri dentur varð lagdur á tann teoretiska partin av handverkaraútbúgvingini. Ístaðin fyri at verða uml. 20 vikur í skúla, eru lærlingarnir nú uml. 45 vikur í skúla. Próvtøkan er eisini broytt. Fyrr var ógvuliga stórur dentur lagdur á tekning, í tí teoretiska partinum, men nú er hesin parturin minkaður til at telja uml. helvtina av próvtøkuni. Ístaðin verða størri krøv sett til ta fakligu og almennu vitanina hjá lærlingunum. Samstundis var karakterskipanin broytt. Gamli karakterskalin var sleptur. Nú verður karakterur givin eftir 13-skalanum, og tað er nakað, sum flestu okkara hava eina støðu til. Bronsuheiðursmerki Krøvini til sveinaroyndina eru eisini broytt. Lærlingarnir fáa í dag eitt ávíst tímatal at avgreiða sveinaroyndina í. Eru teir ikki lidnir tá, verður avrikið dømt eftir tí, sum er liðugt. Sveinaroyndin, hjá Jóannesi, var at gera eitt hálvatak yvir einari hurð, og til tað fekk hann 40 tímar. At tað var nóg mikið, er ongin ivi um. Tí, tá skoðanarmeistarin hevði mett um avrikið, fekk hann eitt 11-tal, sum er fyri eitt sera væl úr hondum greitt avrik. Hetta framúr góða avrik ger, at Jóannes Weihe saman við sveinabrævinum frá Læruráðið Føroya, eisini fær eitt bronsuheiðursmerki. - Tað eri eg sera fegin um, sigur Jóannes og heldur fram: - Tað hevur ikki so nógv at siga í dagligdegnum, men tað er sera stuttligt, tí tað er ikki so ofta at slík heiðursmerki verða givin. - Samstundis er tað nakað, sum aðrir handverkarar vita hvat er. Hægsta heiðursmerki er úr silvuri. Tað svarar til eitt 13-tal, og verður ógvuliga sjáldan givið. Næst kemur bronsuheiðursmerki, sum svarar til eitt 11-tal, og tað var hetta heiðursmerki Jóannes fekk. Glasuld-prisen Afturat bronsumerkinum fekk Jóannes Weihe eisini ein heiður, sum varð latin fyri fyrstu ferð í Føroyum. Prísurin eitur >>Glasuld Prisen<<, og verður latin hvørja ferð ein sveinaroynd verður hildin. Prísurin varð latin fyrstu ferð í Danmark í 1993. Seinni kom tekniski skúlin í Grønlandi við, og í ár varð so fyrstu ferð hann varð latin í Føroyum. Tað er skúlin sum velur út næmingin, og í ár var tað Jóannes Weihe, sum fekk hann. Saman við prísinum fekk Jóannes ein gyltan hamara. Flogfelag Føroya bjóðar til Íslands á ítróttarstevnur Dagarnar 27.-31. juli verður stór fótbóltskapping fyri ung í Íslandi. Hetta er eitt úrslit av einum stamstarvi millum Flogfelag Føroya og ITtravel. Í hesum sambandi verður kunnandi fundur í ÍSF-húsinum leygarmorgunin Flogfelag Føroya hevur fingið í lag samstarv við íslendska felagið ITtravel, sum fyrireikar bíleggingar til ítróttarkappingar í Íslandi. Fyrsta fruktin av hesum samstarvi er ein altjóða fótbóltskapping - Iceland Football Festival - sum verður um ólavsøkumundið í summar; nevniliga dagarnar 27-31 juli. Kappingin er fyri bæði gentur og dreingir í aldrinum undir 13 ár og upp til 18 ár. Samstarvið millum føroysku og íslendsku ferðamannaskrivstovurnar fer í framtíðini tó eisini at umfata annan ítrótt. Leygarmorgunin klokkan tíggju eru føroysk ítróttarfelag kallað til kunnandi fund í ÍSF-húsinum. Tiltøk Møtir, fundir o.a. Hoyvíkar skúli Sunnudagin kl. 14 er sunnudagsskúli. Bøn verður kl. 17.30 og kl. 18 er møti við fríum vitnisburði. Øll eru hjartaliga vælkomin. Oasan J. Broncksgøta 25 Mánakvøldið kl. 20 er lovsangs- og bønarmøti, har øll eru vælkomin. Samkoman Immanuel Í kvøld kl. 20.00: Kongsins Herlið. 8 ár og eldri eru vælkomin. KFUM & KFUK, Tórshavn Fríggjakvøldið 27. febr.: Opið hús í KFUM. Børn undir 13 ár kl. 19.00-21.00. Ung yvir 13 ár kl. 19.00-01.00. Sunnudagin 1. mars kl. 15 í KFUK: Aðalfundur. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønamøti. Mikukvøld kl. 20: Uppbyggingarmøti. Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Øll eru vælkomin. Meinigheitshúsið á Skála Vikuskiftisfundir verða fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið við sangi og vitnisburði. Øll eru vælkomin. Elim, Søldarfjørður Møtitíðir: Sunnudag kl. 12: Morgunmøti. Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Mánakvøld kl. 20: Ungdómsløtan. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Lívsins Orð Leygardagin kl. 17: Barnamøti. Sunnudagin kl. 10.30: Møti. Keldan í Skálabotni Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús. Luttøka úr Vágum. Sunnukvøldið kl. 17: Møti. Luttøka úr Vágum. Sunnudagin kl. 17: Barnamøti. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 verður sunnudagsskúi. Vegna vígslu av nýggja missiónshúsinum í Hvalba verður einki møti sunnukvøldið. Hvalbiar Missiónshús Nýggja missiónshúsið verður vígt sunnudagin kl. 16 við Andreas Andreasen presti. Streingjakórið í Porkeri luttekur við sangi. Kl. 17.00 verður borðhald og kl. 18.30 verður møti við Hera Tróndheim og Petur Jacobsen, Porkeris Streingjakór syngur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Losjan í Havn í dag kl. 15 hittast tilkomin og eldri til hugna. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir verða í Havn í kvøld kl. 20 og kl. 22.30 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Bahá'í Miðstøðin í Gundadali er opin hvønn hósdag frá kl. 17.00 til kl. 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið. Bahá'í-samfelagið í Tórshavn Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14-16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30-16.30. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið >>Ørkin<< Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Vitin: Familjulega verður á Hemmet Strand skírishósdag 9. apríl til páskaaftan 11. apríl 1998. Aftur í ár byrjar familjulegan á Hemmet Strand skírishósdag umleið kl. 16:00; men lati tykkum ikki lumpa - hetta verður ein annarleiðis lega, har familjan fær tíð til at vera familja. Dentur verður lagdur á fría samveru, felagsskap og spontanitet. Luttakararnir kunna gleða seg til: Túnatos og álvaratos um ítrótt, fiskarí, Móses, Jesus, vinfólk, ella... Lívið í natúruni. Nýggjar vinir. Sang, bøn og vitnisburð saman við gomlum og nýggjum vinum. Náttarrenning. Bálmat. Nærri fæst at vita um Familjuleguna 1998 við at seta seg í samband við Vitan, har ein eisini skal tekna seg. Vitin, Haurumsvej 35 st th, Tilst DK-8381 Mundelstrup Danmark Tlf.: 8624-7773 Fax: 8624-7787 E-mail: eli.fugloe@get2net.dk Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovendbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 96 99 95, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20. Sunnudagsskúli í Keypmannahavn Sunnudagsskúli er hvønn sunnudag kl. 14 á Oyrasundskollegiinum, Dalslandsgade 8, og í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri fæst at vita frá Jan Johannesen, tlf. 30 35 59 66. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sending in frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30-15.30. Mikudag kl. 14-18. MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D, 8000 Århus C Áarstova er opin mánad.- hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29. Matiné Matiné í Havnar kirkju Leygardagin 28. febr. kl. 11.30 verður aftur matiné í Havnar kirkju. Hesa fyrrapartsløtuna fara limir úr Tórshavnar Kamarorkestri at spæla barokktónleik. Grundstuðlarnir í kamarorkestrinum eru fýra musikklærarar, sum manna eina strúkikvartett; men síðani verður vaksið um orkestrið eftir tørvi við meira framkomnum næmingum, í hesum føri seks. Leiðari er Kanny Sambleben. Verkini, ið spæld verða, eru eftir Pachelbel, Telemann og Corelli. Áki Bertholdsen Melda seg úr Føroya Handverkarafelag Havnar Handverkarafelag hevur næstan einmælt samtykt at melda seg úr Føroya Handverkarafelag Nú vendst ikki aftur: Havnar Handverkarafelag hevur endaliga tikið støðu til at melda seg úr Føroya Handverkarafelag. Sostatt er meginfelagið hjá føroysku handverkarunum viknað við tí størsta lokalfelagnum við teimum flestu limunum. Formliga verða teir gott 400 limirnir í Havnar Handverkarafelag meldaðir úr meginfelagnum á aðalfundinum í Føroya Handverkarafelag seinni í vár. Havnar Handverarafelag helt sín 48. ársaðalfund mikukvøldið, og hann var samstundis ein av teimum fjølmentastu, sum verið hava. Næstan 120 limir vóru á fundi og tað er av tí mesta. Men tað vóru eisini álvarsmál á skránni. Eitt stórmál var eitt uppskot frá nevndini um at fáa undirtøku frá aðalfundinum um at melda seg úr Føroya Handverkarafelag. Og tað fekk nevndin dygga undirtøku fyri. Eyðfinn Petersen, formaður í Havnar Handverkarafelag, sigur, at næstan allur aðalfundurin tók undir við, at vit meldaðu okkum úr Meginfelagnum. Bara einar tvær atkvøður vóru ímóti og tríggjar vóru blankar. ­ Sostatt vendst ikki aftur, og vit fara formliga úr meginfelagnum á aðalfundinum seinni í vár, sigur formaðurin í HH. Føla seg traðkað á Orsøkin til at Havnar Handverkara tekur so álvarsligt stig mótvegis meginfelagnum, er, at tey í Havnini føla seg so illa traðkað av Føroya Handverkarafelag, at tey síggja ongar møguleikar fyri framhaldandi samstarvi. ­ Føroya Handverkarafelag hevur miðvíst roynt at útihýsa okkum frá allari ávirkan, og tað kunnu vit als ikki góðtaka, sigur Eyðfinn Petersen. Hann sigur, at Føroya Handverkarafelag hevur uppá ein ella annan máta fingið tað í høvdið, at tey í Havnini ætlaði at taka ræði í meginfelagnum. ­ Men tað er fullkomiliga misskilt. ­ Vit ætlaðu ikki at taka ræði í meginfelagnum. Men vit kravdu okkara lógliga rætt - og tað er hvør sítt. Eyðfinn Petersen sigur, at ikki minst kom hetta til sjóndar á seinasta aðalfundinum í Føroya Handverkarafelag, tá ið vit ikki allar tær atkvøður, vit áttu at hava eftir limatalinum. ­Á aðalfundinum hevur hvørt lokalfelag atkvøður eftir, hvussu nógvar limir tað hevur Men Føroya Handverkarafelag vildi bara geva okkum atkvøður fyri 380 limir, hóast vit kundu leggja lista fram sum vísti, at vit høvdu 433 limir - men honum vildu teir ikki so frægt sum hyggja at. ­ Tí vórðu vit undirumboðaðir á aðalfundinum og vit fingu heldur ongan lim í nevndina. Eyðfinn Petersen sigur, at síðani hevur Havnar Handverkarafelag roynt at fáa eykaðalfund í Føroya Handverkarafelag, saman við tveimum øðrum lokalfeløgum, men tað sýtir meginfelagið okkum, hóast vit hava lógligan rætt til fundin. Formaðurin í havnarfelagnum sigur, at Havnar handverkarafelag varð eisini útihýst frá lønarsamráðingunum. Hann sigur, at felagið í Havn hevur gjørt fleiri semingsroyndir ímillum Havnar handverkarafelag og Føroya Handverkarafelag, men alt til fánýtis. ­ Tann seinasta royndin var um jóltíðir, tá ið vit góðtóku, at fyrrvernadi skrivarin í Havnar Handverkarafelag, (Høgni Højgaard, blm.) bleiv fastur skrivari í Meginfelagnum. ­ Tað gjørdu vit fyri at útihýsa, at persónligar forðingar skuldu liggja ímillum okkum og meginfelagið. ­ Tað einasta, vit kravdu afturfyri var, at vit fingu eitt umboð í starvsnevndina í meginfelagnum, sum vanliga verður nevnd Lítla Stjørn. Harafturat kravdu vit, at lógirnar í Føroya Handverkarafelag blivu end urskoðaðar, tí tað, sum er farið fram í seinastuni, vísir, hvussu ógreiðar tær eru, so tað treingir harðliga til. ­ Og at enda kravdu vit, at vit fingu okkara part av tí eina prosentinum, sum Arbeiðsgevarar betala afturat lønini, at umsita sjálvi. ­ Men har var onki at gera. ­ Øll okkara krøv blivu afturvíst. Og so er onki at gera enn at okkara vegir skiljast, sigur Eyðfinn Petersen. Fýra nýggjar bøkur frá Bókadeild Føroya Lærarafelags Smábarnabókin Lítlabarnið hjá okkum eftir Gunillu Hansson. Eyðna Magnussen týddi úr svenskum. Bókin snýr seg um lítla Egin. Tá ið hann fær at vita, at mamman hevur eitt barn í búkinum, verður hann sera forvitin og vil hava nógv at vita. Tá ið barnið er føtt, er Egin stoltur sum ein pávi, men hann er eisini øvundsjúkur. Kortini hevði Egin avgjørt ikki viljað verið lítlusystrina fyri uttan... Lítlabarnið hjá okkum er 14 síður í litum, prentað á haldgott papp. Pf Gramar stóð fyri prentgerðini, og bókin kostar kr. 57 í bókhandlunum. Myndabókin Hálvmetur eftir Alf Prøysen. Jens Ahlbom teknaði myndirnar. Óla Jákup Niclasen týddi úr svenskum. Hundurin Hálvmetur er ikki stórur, men hann heldur seg vera júst so langan, sum hann eigur. Óvitarnir siga, at tann dagin Hússi keypti hann, átti hann bara fyri ein hálvan metur av hundi, men tað heldur Hálvi vera tvætl. Hálvmeturi dámar væl at grava í urtagørðum, at goyggja eftir fremmandum fólki og tí stóru, gulu lampuni á luftini og at elta kettur. Men honum dámar ikki, tá ið tey siga, at hann líkist einum fólki um trýnið... Hálvmetur er 28 bls. í litum. Pf. Gramar stóð fyri prentgerðini, og bókin kostar kr. 87 í bókhandlunum. Barnabókin Oliver Twist eftir Charles Dickens. Knút Olsen týddi eftir styttari, danskari útgávu. Edward Fuglø teknaði permuna. Flest øll vaksnu kenna hendingaríku søguna um Oliver Twist, neyðardýrið, sum fekk so harða byrjan í lívinum, men - hóast umgyrdur av tjóvum og skálkum - eisini er so heppin at hitta hjartagóð fólk, ið hjálpa honum úr neyðini, so hann at enda fær skil á sínum uppruna, og alt endar væl. Oliver Twist kom fyrstu ferð út í árunum 1937-39. Upprunaútgávan var stór og orðarík, sum skaldsøgur vóru tá á døgum, mest ætlað vaksnum. Tá ið Bókadeild Føroya Lærarafelags nú gevur bókina út sum barnabók, er hetta ein stytt og umskrivað útgáva. Hetta er onki óvanligt, ótaldar styttar og broyttar útgávur av klassikarum koma javnan á øllum heimsins málum. Týðarin hevur í hesum førinum valt at týða eftir einari slíkari útgávu, ið hann heldur vera góða og trúgva móti upprunaverkinum. Oliver Twist er 186 bls. Hestprent hevur staðið fyri umbróting og reproarbeiði, hon er prentað á Estra og Helge Justinussen hevur bundið inn. Bókin kostar kr. 128 í bókhandlunum. Ungdómsbókin Gentan á tekjuni - ein kærleikssøga eftir Kerstin Sundh. Bjørg Matras týddi úr svenskum. Olivur við Neyst gjørdi permuna. Bókin fer fram í Svøríki í 1920 árunum. Tá var stórur munur á fólki. Gentan á tekjuni er dóttir ein timburmann, ið fær arbeiði hjá pápa Lennart. Tað er drongurin, sum Ebba, gentan á tekjuni, skrivar bræv til. Hetta brævaskifti byrjar av tilvild, og hóast hann er av ríkum fólki, og hon er fátøk, hava tey nógv í felag: Hon er smæðin og hevur ikki lætt at koma í samband við fólk, og Lennart er nógv einsamallur, tí hann er sjúkur og situr í koyristóli. Í brøvunum siga tey hvør øðrum frá tí, tey hugsa og uppliva, og hóast Ebba er ímóti, at tey hittast, so verður tað kortini, men tó ikki sum ætlað... Genta á tekjuni - ein kærleikssøga er u.l. 136 bls. Hon er umbrotin og prentað á Dimmalætting, og Helge Justinussen hevur bundið inn. Bókin kostar kr. 126 í bókhandlunum. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Hoyvíkingar vinglaðu Hondbóltur: Kyndil mundi oyðilagt allar FM-vónirnar hjá H71, tá liðini mikukvøldið spældu ein rimmar seinna hálvleik í høllini á Hálsi Dysturin millum H71-Kyndil var nógv meira spennandi enn væntað. H71 vann dystin, men tepurt H71 vann - sum væntað - dystin móti Kyndli mikukvøldið, men tað bleiv meira spennandi, enn nakar hoyvíkingur brýggjaði seg um. Eftir ein beinleiðis keðiligan fyrra hálvleik kom rættiligt lív í aftan á steðgin. Í fyrra hálvleiki endaðu alt, alt ov nógv álop við, at bólturin bleiv blakaður burtur, og serliga hjá Kyndli gekk tað sera striltið við at fáa nakað skipað álopsspæl at koyra. Alt ov nógvar avleveringar lógu niðri við føturnar á spælarunum, og so mátti byrjast av nýggjum. Men hóast hetta megnaði H71 ikki at sleppa frá Kyndli, og stórar partar av hálvleikinum vóru teir enntá aftanfyri. Ein av orsøkunum var, at størsta skothóttanin hjá H71, Hans Guðmundsson, varð væl vardur og slapp ikki so ofta upp at skjóta, sum vanligt er. Ein onnur orsøk var, at hóast álopið hjá Kyndli hevði trupult við at spæla seg ígjøgnum, endaðu nógv langskot í málinum - fleiri ferðir via H71-fingrar og -hendur. Hinvegin stóð Andreas F. Hansen ofta leysur inni á strikuni, og hann fekk eisini trý mál upp í slag eftir fríspæling, har kyndlaverjan hugsaði alt ov nógv um at demma upp fyri skotum útifrá. Sostatt fór H71 til hálvleiks við 14 málum, meðan Kyndil hevði 12, og tey flestu roknaðu við, at munurin bert fór at økjast í seinna hálvleiki. Kyndil tók seg saman Men tað hendi ikki. Knappliga lógu avleveringarnar hjá Kyndli, har tær skuldu, og teir fóru eisini at spæla ymisk álopssystem, sum riggaðu - ja útspældu. Í hinum endanum var Jákup Símun Simonsen, sum var sera anonymur í fyrra hálvleiki, farin at síggjast meira, men tað var Kyndil, sum nú hevði yvirvág og stríddi seg upp á javnleik aftur. Men H71 kom fyri seg aftur og fór frá 21-21 upp á 23-21. Men Kyndil slepti kortini ikki og javnaði aftur til 24-24. Fjáltur var um at koma á hoyvíkingar, sum høvdu bæði stigini fyri neyðini fyri at fylgja við VÍF í toppinum. H71-liðið varð sjónliga tikið á bóli av ágrýtnu kyndlamonnunum, sum veruliga høvdu tikið seg saman í hálvleikinum. Seinastu tíggju minuttirnir gingu við, at H71 skoraði og Kyndil javnaði hvørjaferð. Men í síðsta enda vórðu tað kortini hoyvíkingar, sum drógu longra stráið. Í seinastu sekundunum fall Kyndil av onkrari orsøk aftur til ónollurnar frá fyrra hálvleiki við ikki at brúka høvdið, og tað taptu teir í seinasta enda uppá. At nógv sekund kundu verið spard, um dómararnir høvdu verið kvikari at steðga tíðini í øllum steðgunum, sum vóru, er ein onnur søga. Men tað kann ikki vera rætt, at tað so at siga hvørja ferð eru spælararnir, sum mugu biðja dómararnar um at steðga tíðini, tá dysturin er so javnur, at hvørt sekund kann telja. H71 fekk stigini, teir komu eftir, men tey vóru ikki løtt at hála í land. Kyndil vísti, at um teir veruliga vilja, so kunnu teir hótta tey betru liðini. Men tað er bara nakað seint at vísa tann viljan nú. H71-Kyndil 28-27 (14-12) H71: Hans Guðmundsson 10, Hallur Danielsen 5, Anfinn N. Debess 4, Andreas F. Hansen 4, Finnur Hansson 2, Jákup S. Simonsen 2, Halgir D. Olesen 1. Kyndil: Hannis Wardum 8, Bjarni Wardum 6, Bárður Johannesen 5, Hans-Áki Dahl-Christiansen 3, Niklas Djurhuus 3, Uni Wardum 2. Útvísingar: H71 4, Kyndil 3. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Símun Petur stendur við sítt Fótbóltur: Hóast gamla GÍ-kempan Símun Petur Justinussen í fjør segði, at hann nú fór at gevast við 1. deildarfótbólti, hevur hann verið at sæð í meir enn einum venjingardysti hjá GÍ í ár. Men hann sigur framvegis, at hann ikki fer at spæla við 1. deild í ár Tey, sum hava hugt eftir onkrum av venjingardystunum hjá GÍ í ár, hava verið bilsin um at sæð Símun Petur Justinussen úti á vøllinum. Móti kappingarenda í fjør segði Símun Petur við fjølmiðlarnar, at hann nú fór at gevast við at spæla fótbólt á hægsta stigi. At hann nú hevur verið við í onkrum av venjingardystunum hjá 1. deild, merkir heldur ikki, at hann kortini ætlar sær at spæla við besta liðnum hjá gøtumonnum í ár. - Nei, tað ger tað ikki. Eg havi bert hjálpt teimum í eini tveimum dystum, tá teir ikki hava havt so nógv fólk at taka av, sigur Símun Petur við Ítróttarsosialin. Hetta merkir tó ikki, at GÍ stendur og manglar fólk til 1. liðshópin í ár. Fleiri av GÍ-leikarunum eru í hesum døgum við landsliðnum á venjingarlegu í Cadiz í Spania, meðan aðrir eru smáskaddir, og so mugu aðrir traðka til, meðan hesir eru burtur. - Eg havi ongantíð verið og vant enn. Eg havi bert spælt við í tveimum venjingardystum, móti NSÍ og B36, sigur Símun Petur, sum sostatt avsannar, at hann fer at gera "come-back" í ár. - Tað kann ikki vera rætt, at ein maður sum eg, ið als ikki havi verið og vant í ár, kann koma á 1. deild, sigur hann. Komin í nevndina Men hóast Símun Petur Justinussen sostatt ikki verður at síggja á 1. deild í ár, er hann framvegis sera virkin í felagnum. GÍ hevur lið í øllum teimum fýra ovastu vaksnamannadeildunum í ár, og hann ætlar sær at vera við á 3. deild ella 4. deild. Og harafturat er hann farin upp í nevndararbeiðið hjá felagnum. - Ja, eg bleiv valdur, og eg helt ikki, at eg kundi siga nei, sigur Símun Petur, sum í nevndini skal arbeiða saman við m.a. nýggja formanninum Jógvani Gregersen, sum gjørdist formaður á seinasta aðalfundi, eftir at Haldgrím Gregersen hevði verið formaður í eitt mannaminni. Nýggjar tíðir fyri GÍ, og nýggjar tíðir fyri Símun Petur Justinussen, sum í ár fer at standa uttan fyri vøllin og hyggja eftir gomlu liðfeløgunum hjá sær. - Teir eru væl fyri, haldi eg. Teir hava vant síðani januar mánað, so tað skuldi verið í lagi í so máta, sigur Símun Petur. Bárður á Lakjuni er komin til GÍ úr Fuglafirði í ár, men annars eru tað bert gøtumenn, sum manna liðið, sum í ár skal royna at endurvinna føroyameistaraheitið, teir so at siga hava havt einarætt til í 90-unum. Tað hevur verið upp á tal at fáa styrk uttanífrá, millum annað við at fáa ein áleypara úr Danmark. Hann var eisini í Gøtu og var m.a. við í innandurakappingini Atlantic Cup, men av tí at hann av onkrari orsøk ikki kundi fáa útbúgvingina hjá sær flutta til Føroya, fór hann aftur til Danmarkar. Talan hevur eisini verið um at fáa onkran føroyskan álopsleikara til GÍ, men sum skilst verður tað eisini av ongum. GÍ gjørdist nummar trý í landskappingini í fjør, men vann kappingina um løgmanssteypið. Sostatt skal GÍ umboða Føroyar í Europa Cup-kappingini fyri steypavinnarar seinni í ár. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo B36 skipar fyri óalmennum FM fyri ung Fótbóltur: Stór innandurakapping verður í ítróttarhøllini á Hálsi hetta vikuskiftið Komandi vikuskifti skipar B36 fyri óalmennari FM-kapping í innandurafótbólti fyri børn og ung í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Sigfríður Clementsen, sum er ein av fyrireikarunum, sigur, at tey hava valt at kalla kappingina fyri eina óalmenna FM-kapping, so tað eru feløgini, ið melda lið til, í staðin fyri tað vanliga, har øll kunnu vera við. - Tað vísir seg ofta í innandurakappingum, at tað eru ov fá góð lið. Tað skal sjálvandi eisini vera pláss til tað, men vit hava so valt at kalla aðra av teimum báðum innandurakappingunum, B36 hevur hvørt ár, soleiðis, sigur Sigfríður Clementsen. Byrja klokkan níggju Spælt verður í seks aldursbólkum: Smápiltar, piltar, smádreingir, dreingir, gentur 10-12 ár og gentur 12-14 ár. Í mesta lagi tvey lið frá hvørjum felag sleppa við í kappingina. Byrjað verður leygardagin klokkan 9.00 við smápiltum, klokkan 12.00 byrja piltarnir, klokkan 15.00 smádreingirnir og klokkan 19.00 eru tað dreingirnir. Genturnar byrja ikki fyrr enn sunnudagin klokkan 13.00 (10-12 ár), og klokkan 14.00 byrja gentur 12-14 ár. Síðani verða finalubólkarnir í hesi røð: Gentur 10-12 ár, gentur 12-14 ár, smápiltar, piltar, smádreingir og at enda dreingir. Shell letur heiðursmerki til nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkunum, og besti leikari og besti málskjútti fáa eisini okkurt Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Føroyingar mugu bíða í tolni eftir HM-atgongumerkjunum Fótbóltur: Í seinasta lagi leygardagin fær FSF at vita, um tað fær øll HM-atgongumerkini, tað hevur biðið um til endaspælið í Fraklandi í summar. Áhugin í Føroyum at fáa atgongumerki er størri enn nakrantíð fyrr til tílíka kapping Nógvir føroyingar vilja sleppa at Brian Laudrup og hinar danirnar royna seg í Frankaríki, men teir mugu geva tol Nógvir føroyingar ætla sær at vera á staðnum, tá HM-endaspælið verður í Fraklandi í juni og juli í ár. Nakrar dagar áðrenn freistin at bíleggja atgongumerki til dystirnar gjøgnum FSF var úti miðskeiðis í januar, høvdu næstan 300 føroyingar bílagt atgongumerki. Av tí at FSF er eitt av teimum heilt smáu sersambondunum undir FIFA, hevur tað fyrr ikki staðið á hjá fótbóltssambandinum at fáa tey atgongumerki, tað bað um. Men sum skilst eru eitt sindur av trupulleikum í ár. FSF hevur fingið upplýst, at í seinasta lagi 28. Februar - tað er nú leygardagin - fær fótbóltssambandið at vita, um tað fær øll tey atgongumerki, tað hevur bílagt. Svarta sølan longu byrjað Tað er hjá agentunum, at trupulleikin liggur. Fótbóltssambondini undir FIFA fáa ikki sjálv atgongumerkini fyrr enn í seinnu helvt av mai mánaði, meðan teir ymsu agentarnir runt um í heiminum fáa sín part langt áðrenn. Og atgongumerkini fara mest sum beinanvegin út á svarta marknaðin - longu nú eru trupulleikar av, at atgongumerki verða seld til okursprís eitt nú í Týsklandi. Hinvegin eru altíð trupulleikar av, at agentar ikki yvirhalda treytirnar, sum verða settar í sambandi við atgongumerkjasøluna. Vandin við, at atgongumerki verða seld á svarta marknaðinum, er eitt nú, at áskoðarar úr ymsum londum koma at sita saman undir dystunum. Og tað vilja fyrireikararnir sera fegnir sleppa undan, tí tað oyðileggur alt arbeiðið, sum hevur verið gjørt við at gera tað so trygt sum gjørligt hjá áskoðarunum. Tað sær út til, at tað fara at ganga nógv ár, áðrenn HM-endaspælið kemur aftur til Europa. Um fýra ár verður tað í Japan og Suðurkorea, og hóast bæði Ongland og Týskland royna at sleppa at skipa fyri í 2006, kann tað lættliga enda við, at endaspælið verður lagt í Suðuramerika ella Afrika. Av tí sama er áhugin fyri júst hesum endaspælinum nógv størri enn vanligt, eisini í Føroyum. Tað eru serliga innleiðandi dystirnir hjá Danmark móti Suðurafrika, Saudi Arabia og Fraklandi, sum hava stóran áhuga millum føroyingar. Tá EM-endaspælið var í Onglandi á sumri 1996, fekk FSF uttan trupulleikar øll atgongumerkini, biðið varð um. Men orsakað av samvitskuleysum agentum niðri í Europa kann tað enda við, at onkur fótbóltsáhugaður føroyingur verður vónsvikin í ár. Høvdingar hittast! Tann 16/10-97 kundi ein síggja eina mynd í Sosialinum av Edmundi Joensen, løgmanni, og danska forsætisráðharranum, Poul Nyrup Rasmussen, hvar teir taka í hondina á hvørjum øðrum, sum um ein góð avtala skuldi verið komin í hús. Men greinin, sum rammaði lógvatakið inn, kom til eina ógreiða niðurstøðu. Men eitt legði eg til merkis, og tað er hetta: Lógvi nr. 1 skrivaði undir upp á afturgjaldingina av donsku statslánunum! Lógvi nr. 2 skrivaði undir uppá, at finna eina loysn í málinum viðvíkjandi framtaksgrunninum, sum hevur fyri neyðini at økja um eginognina, og so løgið sum tað ljóðar, so skal hetta gerast á ein slíkan hátt, at lánspeningur skal umleggjast til eginogn??? (Tá ið tað kemur til orðið egin-ogn, sum nýtt verður í sambandi við framtaksgrunnin, so hevur tað víst seg, at 2 onnur orð eru eisini komin fløkjandi upp í hetta málið, men sum hóast alt merkir uttan iva eitt og tað sama, nevniliga: >>Eginogn<<. Tað eru orðini: >>Grundkapitalur<<, sum stórt sæð er danskt orð, meðan hitt orðið er: Stovnsfæ! Orðið >>stovnspeningur<< er at finna í Føroysk-donsku orðabók hjá Chr. Matras og M. A. Jacobsen, og tað merkir: Grundkapitalur, meðan orðið >>stovnsfæ<< uttan iva er samansett, av tí at hetta orðið ikki er at finna í áðurnevndu bók, men orðið stovnur stendur fyri seg, og orðið fæ stendur fyri seg. Orðið fæ verður sjáldan nýtt í sambandi við reiðan pening, men einamest í sambandi vi ðdýr og jørðiskar ognir). Vit fara víðari: Hósdagin tann 9/10-1997, t.v.s. bert eina viku áðrenn lógvatakið í Sosialinum, hevur løgmaður eina viðmerking í Dimmalætting við yvirskriftini >>Framtaksgrunnurin<>Framtaksgrunnurin var av ávísum orsøkum stovnaður við einum grundkapitali (t.e. eginogn) uppá bert 2 mill. kr. og 198 mió. kr. í lánskapitali<<. Her verður orðið >>grundkapitalur<< nýtt, meðan Sosialurin nýtir orðið >>eginogn<< = eitt og tað sama! Løgmaður heldur fram: >>Frá danskari síðu hevur einki verið í vegin fyri at geva loyvi til at konvertera skuld til grundkapital<<. Tað er givið, at tað mugu vera mong, sum gerast púra í ørviti av slíkum villleiðandi samanfløktum orðavavstri, serliga hjá teimum, ið ikki hava tann stóra skúlagangin at heinta hjálp frá, fyri at tey kunnu fylgja við, hvat ið gongur fyri seg í egnum landi! Vit byrjaðu við føroyskum, fløktu okkum inn í eitt danskt, og mín sann, um ikki eitt latínskt orð eisini kom buldrandi inn um hurðina í øllum hurlivasanum. Tað var hetta orðið, >>konvertera<<. Tað merkir >>umbroyta, broyta, at umvenda seg, veksla pengar, umbýta eitt lán við eitt annað, ella broyta avtalurnar viðvíkjandi einum láni v.m.<<. Løgmaður staðfestir eisini í síni grein í Dimmu, at lánspeningur ella lánskapitalur er tað sama sum >>skuld<<. Harnæst greiðir løgmaður frá: >>Í byrjanini var ætlanin at seta tær 200 mill. kr. sum grundkapital. (t.e. eginpeningur ella eginogn framvegis). Av tekniskum orsøkum bleiv skotið upp, bert at seta 2 mill. kr. sum grundkapital (t.e. eginogn), og tær 198 mill. kr. sum lán (t.e. skuld) - og at geva danska forsætisráðharranum og løgmanni loyvi til í felag at konvertera (sí áðurnevndu frágreiðing um hetta orðið) tær 198 mill. kr. Tað, ið eg vil viðmerkja í kortum er hetta: >>At umleggja/umbroyta lánspening ella skuld - til eginpening ella eginogn. Nú eri eg soleiðis innrættaður, at tá ið eg ikki kann fáa eina mynd at samsvara við veruleikan, so fari eg aloftast at kanna grundmálingina, og eg var sera heppin í hesi kanning og kom fram á hetta: >>Tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá!<< (orðt. 22,7). Tí vil eg stilla upp hetta á hendan hátt: 1) Lán er skuld, ið gjaldast skal aftur! 2) Skuld er upphædd, ið gjaldast skal aftur! 3) Eginpeningur er nakað, ið tú missir - um tú ikki ert mentur at gjalda lán/skuld aftur! 4) Um eg keypi hús, og gjaldi 10% úr egnum lumma (eginogn), men læni írestandi 90%, so eri eg oman fyri tey 100% trælur kortini, og verði ikki rælsur fyrrenn hvørt oyra er afturgoldið! 5) Hesi 90% í hesum døminum er harvið >>lánspeningur/skuld<<. Skuldi eg nú umlagt hesi 90% í húsunum, t.v.s. lánspeningin til eginpening ella egnogn, ja, so stendur tað púra greitt fyri mær, at onkur annar/onnur má gjalda hesa upphædd fyri meg og hús mítt, soleiðis at eg sleppi frá at pína ína egnu budgettkonto! Harvið kann eg eftir hteta tveita meg á sofuna og slappa av, meðan onnur, uttan at varnast tað fyrrenn tað var ov seint, vórðu noydd at broyta sín vanliga menniskjansliga arbeiðdag um til >>at eta sleipibreyð frá árla á morgni til langt út á náttina!<< Og mong hoknaðu undir byrðuni, og reistu seg ikki aftur. Og >>Høvdingar hittast<< hava harvið >>skoret kassen<<, sum tað nú eitur á ríkisfelagsskapsmáli - við eini øktari eginogn uppá 98,99% ella 49,495% pr. høgr alógva - tann dagin, tá ið allur lánspeningurin er >>umbroyttur/konverteraður<<. 6) Men nágreiniliga at peika út, hvørji tey vóru, ið fingu til uppgávu at gjalda >>høvdingaskatt<<, og á hvørs herðar byrðan nú var løgd yvir á, somuleiðis sum hvørjir gjørdust trælir, til tess at >>høvdingar<< skuldu geras frælsir við yvirflóð, ja, tað sigr søgan einki um enn! Rokna vit nú frá tí minsta pinkubarninum í Danmark minus Føroyar, og upp til tann elsta oldingin, so skyldar hvør tann einasti danski íbúgvin ca. 155.000 kr. pr. høvur! (Danska statsskuldin minus Føroyar er, seinast eitt tal var uppgivið, 800 milliardir kr. Og í Føroyum skyldar hvør einstaklingur eftir áðurnevnda mynstri umleið tað sama pr. høvur, møguliga er talið eitt lítið sindur hægri. Tann, ið kennir ta røttu upphæddina, hann varpið út! Hetta er tann syndarliga vanlagna, ið ófullborna fostrið í móðurlívi hevur í væntu, ið føðast skal inn í hetta samfelag. Ein ríkisfelagsskapsleyp í føðingargávu, hvørs innihald er ein vøkur vælinnpakkað - við sloyfu - >>ríkisborgaraskuld<< ljóðandi uppá ca. 160.000,00 kr. Afturat hesi føðingargávu koma so allar tær yndisligu faddurgávurnar + vælsignilsisritualsgávurnar til fitta, nýfødda barnið, nevniliga allir teir mongu undirsjóvartunnlarnir, ið eru á veg frá íslandi, Noregi og Svøríki! Tað hevði verið eitt satt kvetti, um tað hevði latið seg gjørt at konvertera/umbroytt statsskuld til eginogn. Statsministarin stýrir stórt sæð allari fiskivinnuni í Føroyum, men hann hevur neyvan nakrantíð pissað í saltvatn í sínum politiska lívi. - Og tað er til danskan fyrimun, um nú Føroyar fara heilt av knóranum. Tað, sum ein er sigraður av, - trælur tess er hann vorðin! Men fær SONURIN (Jesus Kristus) gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir! (2. br. Pæturs: 2 : 19b + Jóh. ev.: 8 : 36). Símun A. Klein P.S.: Eftirsum oljan longu er farin at senda sínar svørtu strálur beint upp í bláa loftið í hugsjónini bjørtu, so má ein minnast til at bunkra rætt, áðrenn lagt verður frá keiini. Og ta reinastu oljuna kann ein fáa, við at venda sær til Sálomons orðatøk 21:17, sum letur renna frá sær hetta: >>Fátækur verður tann, ið elskar glaðar dagar; tann, ið elskar >>vín og olju<<, verður ikki ríkur.<< Áheitan á Kristian Magnussen, landsstýrismann Í sambandi við at talan er um at longja barnsburðarfarloyvið við einum ári, má egkoma við hesi bøn. Sjálv eri eg í barnsburðarfarloyvi, og mítt størsta ynski er at fáa longri tíð heima hjá lítlu dóttir míni. Frá heilsusystur fær ein at vita, at best er um tú gevur barni tínum bróst í minsta lagi 6 mðr., men farloyvið er bert 24 vikur, t.v.s. til barnið er 5 1/2 mðr. gamalt. Tí verði eg noydd til at fáa dóttur mína at eta vanliga føði longu tá hon er 4 1/2 mðr. gomul. Longu har noyðist eg at gera nakað, sum ikki er best fyri barnið. Eg vildi helst givið henni bestu byrjanina upp á lívið sum eg kann. Eg veit væl, at farloyvistíðin er nógv longri í dag enn hon var fyrr, men eitt 5 1/2 mðr. gamalt barn er alt ov lítið at lata út til onnur at passa. Smá børn, ið verða passað úti, eru alt ov ofta sjúk. Møguleikin at verða smittaður er jú størri. Dóttur mín er bróstabarn. Hon tekur hvørki suttu ella fløsku, og er nakað ung til at geva av koppi. Og tað er eisini ógvuliga ringt yvirhøvur at fáa nakran at ansa eftir henni. Eg havi spurt á arbeiðsplássinum um longri tíð heima, um tað so skuldi verið uttan løn, men fekk at vita, at farloyvið er bert 24 vikur, og at tað er prísurin fyri at hava arbeiði. Eg havi eitt >>gott<< arbeiði og útbúgving. Tað er so galið, at eg eri líka við at siga arbeiðið frá mær, fyri at kunna vera heima hjá barninum nakrar mánaðir afturat. Men dótturin hevur ikki bara brúk fyri kærleika og umsorgan, men eisini økonomiskum tryggleika. Fyri stutt síðani keyptu vit hús og sæð økonomiskt má eg arbeiða, men tað hevði gjørt allan munin, um eg slapp at vera heima hjá dótturini, til hon dugdi at eta og drekka. Hinvegin kostar tað bæði landi og kommunu at hava eitt barn í kommunalari dagrøkt ella vøggustovu. Tað kann ikki vera rætt, at man skal koma í eitt sovorðið dilemma í Føroyum í dag. Eg veit væl, at tað eru mammur, sum gleða seg at koma til arbeiðis aftur, tá farloyvið er liðugt. Og tað er eisini í lagi men gev hinum mammunum ella pápunum møguleikan at vera heima hjá pinkubarninum eina tíð afturat, um tey vilja tað. Gott nokk er tað leingi at vera burtur frá arbeiðinum í 1 1/2 ár, og nógv kann broytast arbeiðsliga. Men er barnið og tørvurin hjá tí ikki tað týdningarmesta? Tað er bara ein stutt tíð. Barnið verður aldri aftur so lítið. Hjálp mær og øðrum mammum/pápum, sum eisini hava arbeiði, at geva pinkubarninum tað besta vit kunnu geva tí fyrstu mánaðirnar av lívi sínum. Uttan at vera noydd til at siga arbeiðið frá sær og harvið koma sær í økonomiskt óføri. Takk fyri. Eitt hjartasuff frá einari mammu Latið ikki fartdevlar gera ferðslulógirnar! Farið hervið at loyva mær at gera eina viðmerking til >>Koyribreytina<<, ið var í útvarpinum mikudagin. Eg hvakk við, tá eg hoyrdi ein løgtingsmann úttala seg um, at hámarksferðin átti at verið hækkað. Hetta tykir mær sera løgið at hoyra frá einum manni, sum við hinari tunguni samstundis sigur, at promillumarkið eigur at verða lækkað. Hetta hongur als ikki saman. Eisini fari eg at mæla útvarpinum til ikki at lata múgvuna (pøbilin) koma við ov nógvum ferðsluráðum. Hesi kunnu ofta vera skaðilig. Serstakliga tá tað eru fólk við myndugleika, ið kunnu øsa eina >>hysteri-bylgju<< fram, soleiðis at tað knappliga gerst eitt fólkakrav at hækka hámarksferðina. Spyrjið heldur fakfólkið um ráð, tí tað er jú tað, tey eru til. Men lat tað vera sligið fast alt fyri eitt, at eingin grund í verðini er fyri at hækka hámarksferðina. Fyri tað fyrstu eru teinarnir so stuttir at koyra, soleiðis at so lítið av tíð er at vinna inn, hóast tú setir ferðina upp. Siga vit, at vit t.d. koyra av Eiði til Hoyvíkar (her byrjar tað bygda økið í Havn), so er hetta eitt strekki upp á 49 km. Av hesum munnu í minsta lagi 5 km. (helst væl meir) vera bygt øki ella øki har ein má koyra varliga - altso 50 km/t. Um vit so koyrdu 80 km/t á hesum túri millum Eiði og Hoyvík, so hevði hesin túrur tikið 39 min. og høvdu vit ístaðin koyrt 90 km/t, so hevði túrurin tikið 35 min. og 20 sek. Altso hava vit bert spart 3 minuttir og 40 sekund við at økja um ferðina. Moralur: Tann ið gerst 4 min. ov seinur til Havnar, hann má bara fara 4 min. fyrr upp um morgunin. Men nú veit eg ikki hvussu nógv gesturin í koyribreytini ætlaði at ferðin skuldi økjast - 90, 100 ella 120 km/t. Argumentið hjá honum var, at vegirnir vóru so góðir og breiðir og gott sýni var og líknandi. Men tað fyrsta vit mugu minnast til, er at í øðrum londum vísa hagtølini heilt greitt, at seta vit ferðina upp bara við 10 km/t, so hækkar talið av ferðsluóhappum munandi og skaðarnir gerast nógv álvarsligari. Vit vita jú at við dupultari ferð, so leingist bremulongdin 4-dupult. Og eisini mgu vit hava í huga, at hóast vegirnir gerast breiðari og betri, so ganga sansirnir hjá okkum hin vegin. Størri ferðin gerst, torførari er at fylgja við hjá okkum, og sýnsfeltið gerst nógv minni. Ein onnur orsøk til ikki at hækka hámarksferðina er, at tey strekki ið hugsast kunnu at verða nóg góð til 90 km/t (ella 100?) eru so ógvuliga stutt; sjálvdan meir enn einar 2 kilometrar - eitt sving kemur, vegurin smalkar, ella vit koma inn í bygt øki. Hetta ger so at vit í heilum mugu liggja og hoppa frá 80 upp á 90 og so niður aftur á 80 og aftur upp á 90 og so niðuraftur á 80, og síðani niður á 50, og so 80, 90, 80, 90 o.s.fr. Hetta ger at ein verður púra forvirraður í høvdinum og ein gloymir hvat hámarksferðin var, og tískil koyrir ein heldur ov skjótt enn ov seint. Og hetta hevði elvt til stóran skaða og stórar sorgarleikir. Speedometrið Svar til hr. Finnleif Guttesen, Tvøroyri Tygum hava í lesarabrævi sóknast eftir, hvar 50% príslækkingin hjá Føroya Brunatrygging er. Til hetta kann upplýsast, at um tygum í 1980 høvdu tryggjað ogn tygara móti fylgjandi skaðaorsøkum: eldi, vatni, stormi, omanlopi, glopraregni og frostspreinging, var gjaldið fyri hesa trygging 4,5 o/oo av tí tryggjaða virðinum. Sama trygging kostar í dag 2,25 o/oo av tí tryggjaða virðinum, tvs. at gjaldið er lækkað frá 4,5 o/oo til 2,25 o/oo, svarandi til eina lækking uppá 50%. Føroya Brunatrygging hevur sjálvandi víðkað um sínar tænastur síðani 1980, so tygum í dag kunnu tryggja tygum móti fleiri skaðaorsøkum enn í 1980, og eisini kann nú teknast ein pakkatrygging, ið veitir besta dekningin. M.a. er eingin vandi fyri undirtrygging, um tygum velja eina pakkatrygging. Lækkingin í hesum tíðarskeiðnum skal síggjast í ljósinum av skaðagongdini hjá felagum. Tá skaðagongdin hevur verið nøktandi, hevur felagið valt at lækka tryggingargjaldið. Hinvegin hækkaði gjaldið fyri stormtrygging tann 1. apríl 1993, og ein sjálvábyrgd varð áløgd fyri stormskaðar fyri at avmarka hækkingina. Henda hækking var eitt úrslit av teimum sera nógvu stormskaðunum, sum stóðust av ódnunum í árunum 1988-92. Føroya Brunatrygging vil sjálvandi eisini framyvir royna at áseta tryggingargjøldini í mun til skaðagongdina og onnur viðurskifti, ið kunnu hava týdning. Tygum spyrja eisini, hvar vinningurin hesi árini er farin. Føroya Brunatrygging er eitt sínámillum felag, so tey árini, felagið hevur havt yvirskot, er alt yvirskotið lagt afturat eginognini til at økja um fíggjarligu styrkina hjá felagnum og harvið trygdina hjá øllum tryggingartakarum. Tórshavn, 26. febr. 1998 Føroya Brunatrygging Gunnar í Liða Hvussu fíggjar Tjóðveldið loysinga? Undir hesi yvirskrift skrivar ein stemmuslúkari hjá sambandsflokkinum drúgva grein í Dimmalætting fríggjadagin 20. febr. Greinin er so ússalig úr enda í annan, at tað er syndarligt, at ein løgfrøðingur skal hava latið hana úr hondum. Eg haldi at hon kundi væl verið skrivað av einum skúlabarni. Greinskrivarin, sum er formaður í rættarnevnd løgtingsins, setur eitt roknistykki upp - ella vit skulu kalla tað eina fíggjarlóg - bert við útreiðslum og ongum inntøkum; hann roknar upp alt tað góða, vit fáa úr Danmørkini, heruppi í ríkisstuðulin; men ikki eitt orð um, hvat danir fáa frá okkum. So skrivar hann um tann almenna sektorin; hvussu stórur og dýrur hann er vorðin. Men veit maðurin ikki, at tað er undir hesum sambandslandsstýrinum, at hann er vaksin so óhugnaliga. Eisini skrivar hann um, at tá vit skulu ráða okkum sjálv, fer fólk at rýma av landinum. Hvat munnu grannalond okkara halda um slíkt tos? Veit hasin maðurin ikki, at tað var undir hesum vælsignaða ríkissambandinum við Danmark, at fólk rýmdu av landinum. Ikki hevur tað verið betri enn so; umframt at danir snýttu okkum fyri fleiri milliardir krónur. Tað er púra rætt, at nógv fólk rýmdu av landinum - og mistu bæði hús og heim, men tað vóru danir, sum ráddu her tá; og gera tað enn, hóast nógvir føroyingar ikki vita betur enn, at tað eru vit sum ráða sjálv. Væl hava vit eitt, ið kallast heimastýri, hvussu nógv ræði tað hevur, hoyra vit so javnan um úr løgtingi og heimastýri, t.d. vit gera hetta og hatta, um danir vilja o.s.fr. Í Sosialinum skrivar ein grein, ið hann nevnir >>Heimastýrislógin/Ríkisfelagsskapurin<< og sigur: >>Veruleikin er tann, at føroyingar, nógvir, fyri ikki at siga flestu, livdu á armóðsstøði og fátækrastøði fyrru helvt av hesi øldini. Tað var als ikki nøkur sjálvfylgja, at øll fóru mett í song hvørt kvøld í Føroyum tá<<. Nei, tað er víst púra rætt. Soleiðis hava vit havt tað; og verri, alt undir donskum yvirvaldi; samstundis sum danir reypa sær av, hvussu nógvan pening teir lata til onnur lond. Undir seinna heimsbardaga - tá einki fekst frá Danmørkini - spardu føroyingar pening upp, soleiðis at vit áttu fitt av peningi, tá ið bardagin hæsaði av. Ístaðin fyri at ræða fólk við hunguri og halli, um vit ráða sjálvir í okkara egna landi, skuldi rættarnevndarformaðurin farið ein túr til Íslands og ráðført seg við teir um sjálvstýri. Teir ivaðust ikki, tá ið á stóð, og vildu ikki liva av danskari olmussu. Men eg skilji handan mannin væl, hóast alt; tí nú ræður um at fáa so mikið av atkvøðum, at hann kann verða afturvaldur á ting, so hann kann fáa sátt iva og ótta í onkra sál, so var tað vert. Annars kann sigast um íslendingar, tá teir valdu loysing frá Danmørk, at har vóru so gott sum 100% fyri at loysa. Eg var har tá, og har hoyrdist ikki um nakran, sum royndi at ræða fólk frá at velja loysing. Tað vóru menn. Sjálvstýrisfólk Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fjórði hvør veljari hevur ongan flokk Teir smáu flokkarnir - Kristiligi Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og hvørgin parturin av Verkamannafylkingini stilla upp til fólkatingsvalið 11. mars. Zacharias Wang stillar kanska upp á tjóðveldislistanum Zakaris Wang avgjørdi í gjár at hann ikki stillar upp til fólkatingsvalið, hvørki fyri Tjóðveldisflokkin ella Uttanflokka Tað verða helst bara teir fimm gomlu flokkarinr, sum stilla upp til fólkatingsvalið hesarferð: Sambandsflokkurin Fólkaflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldisflokkurin Teir smáu hava boðað frá, at teir ikki stilla upp hesaferð. Miðflokkurin stillaði ikki upp seinast, men tað gjørdi Kristiligi Fólkaflokkurin, Verkamannafylkingin og Uttanflokkalistin hjá Zachariasi Wang. Tjóðveldisflokkurin hevur boðið Zachariasi Wang at stilla upp á tjóðveldislistanum, og ger hann tað, verður helst heldur eingin uttanflokkalisti. Um so verður, skulu tær 4.704 atkøvðurnar, sum hesir listar fingu til samans, kanska býtast øðrvísi. Kristiligi Fólkaflokkurin fekk 466 atkvøður Verkamannafylkingin fekk 3111 Uttanflokkalistin fekk 1127 Sambandsflokkurin, sum fekk fyrra mannin valdan, fekk 4.301 atkvøður. Fólkaflokkurin fekk tann seinna mannin valdan við 4.156 Næstur teimum var Javnaðarflokkurin við 3.720. Síðani kom Verkamannafylkingin við 3.111 atkvøðum, Tjóðveldisflokkurin við 1.798, Uttanflokkalistin við 1.127, Sjálvstýrisflokkurin við 469 og Kristiligi Fólkaflokkurin við 466. Teir listar, sum hesaferð ikki stilla upp, fingu seinast 24,5% av atkvøðunum. Ella við øðrum orðum: Fjórði hvør veljari, sum valdi seinast, kann ikki velja sama flokk aftur! Má vera liviligt uttan fyri miðstaðarøkið Valið nærkast og tað tykist sum um flokkarnir, sum vænta sær stóra framgongd, veruliga eru farnir at kvessa knívin og er ágangurin vendur ímóti javnaðarflokkinum. Sverri Midjord Bæði tjóðveldisflokkurin og sambandsflokkurin hava lagt út, helst tí teir halda, at teir hava tey greiðastu boðini - loysing ella samband, einki um hvussu samfelagið skal verða umsitið. At fólkaflokkurin enn einki hevur spælt út við beinleiðis er greitt. Teir gera tað á ein annan hátt, og við sambandsins hjálp eru teir við at avtofta livimøguleikarnar úti um landið. Arbeiðsplássini, sum eru bundin av, hvat sjógvurin gevur, verða nú niðurbundin, og hetta gongur serliga út yvir tey, sum búgva í Suðuroy. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, John Petersen hevur verið frammi og kunngjørt veruligan borgarligan politikk, tí hann heldur fast við, at íløgustuðulin, sum er grundarlag undir vinnuligu tiltøkunum í Suðuroy, skal avtakast og skulu pengarnir brúkast til nýgerð av verandi fiskiflota. Tað er rætt, at okkara fiskifloti er niðurslitin, men tað hjálpir lítið at avtofta verandi fyri at byggja upp ein nýggjan. Tað minnir ikki so lítið um >>Medens græsset grod, dør horsemor<<. Landsstýrismaðurin heldur fyri, at hetta sum hann nú ætlar, kemur at merkjast, jú, sanniliga kemur tað at merkjast og helst í Suðuroy, har arbeiðspláss bæði á sjógvi og landi verða rakt, men sjálvandi sakar hetta ikki fólkaflokkin og samgonguna sum heild. Heldur ikki teir, sum nú eru stuðulsflokkar hjá verandi samgongu, sjálvt um teirra valdømi júst er Suðuroy. Teir fjálga um síni. Tað er reinur fólkaflokspolitikkur fyriuttan, at nú skulu pengarnir, sum sparast við avtøku av íløgustuðulinum, 40 milliónir, gevast reiðarunum, og hetta fyriuttan tær milliónirnar, sum landskassin frammanundan hevur strikað. Var tað ikki ætlan-in, at tað, sum har kom reiðaranum til góðar, skuldi brúkast til nýgerð, ella var tað bara ein gáva. Tað gongur týðuliga fram, hvør og hvørjir skulu fjálgast, og hvørjir skulu niður við nakkanum. Arbeiðsfólkið, sum er bundið av tí, sum verandi fiskifloti veiðir, tey skulu nú verða gjørd arbeiðsleys. Og ágangurin heldur fram við stuðli frá samgonguni og helst ímóti útjaðaranum og serliga Suðuroy, nú tað frættist, at Fiskavirking við góðkenning samgongunnar skal fremja eina nýmótansgerð av fiskavirkinum í Tórshavn. Hetta vil so føra við sær, at tað Fiskavirking, sm vit hava í Suðuroy, verður søga, og verður hartil eisini ein fiskamarknaður tillagaður í Tórshavn, so verður tað at ganga út yvir verandi uppboðssølu á Toftum. Tað, sum hendir nú tað nærkast vali, er álvarsligt og fær vónandi veljaran at gera upp við seg sjálvan, tí um hesar ætlanir ikki verða steðgaðar, so verður Fiska-virking úti um landið søga. Javnaðarflokkurin góðkennir ikki hesa gongdina og fer, um hann eftir valið fær tann stuðul, sum skal til, so vilja vit fremja tiltøk fyri at varðveita verandi búskaparmynstur, soleiðis at tað eisini verður liviligt uttan fyri miðstaðarøkið. Bogi Mortensen, stjóri í Vági, er ein maður, ið veit hvat tað vil siga, um ætlan samgongunnar verður veruleiki, ávarar ímóti gongdini, men tað tykist ikki sum um løgtingslimir, sum eru farnir at stuðla samgonguin og sum umboða útjaðaran, hava skilt vanda. Avleiðingarnar av ætlan samgongunnar verða ein avtoftan av útjaðaranum til fyrimuns fyri miðstaðarøkið, tí tað er greitt, at mynstrið er, at alt skal samskipast á einum øki, ja, eisini fiskauppboðssølan, sum er á Toftum, skal nú við stuðli frá samgonguni stovnast í Tórshavn við tí avleiðing, at fiskauppboðsølan á Toftum bert verður ein viðfáningur. Hetta er borgarligur politikkur, tá hann er bestur. Javnaðarflokkurin hevur verið við til at minka um íløgustuðulin, men vit fara ikki at avtaka hann við teimum avleiðingum, sum verða fylgjan, men í samráð við teir, sum umsita okkara vinnulív bæði á sjógvi og landi, fara vit at tillaga viðurskiftini soleiðis, at verandi livimynstur verður varðveitt. Javnaðarflokkurin er tann einasti flokkur, sum verjir vunnin rættindi, og vil hann, um hann fær styrki til tað, at tryggja arbeiðsplássini úti um landið. Hetta fólkatingsvalið vil vísa, um ætlanin hjá samgonguni verður góðkend, ella um Føroya fólk bara letur standa til. Sverre Midjord Blokkurin og føroyski búskapurin Ríkisfelagsskapurin II Hvat merkir blokkurin? Við jøvnum millumbilum stingur sjónvarpið ein tinglim úr Fólkaflokkinum fram á sjónvarpsskíggjan, næstan heilt inn í stovuna. Hann roynir at síggja sera klókur út og sigur okkum frá, at blokkurin hevur ongan týdning longur, tí vit gjalda rentur av skuld til Danmarkar. Ein føroyskur búskaparfrøðingur hevur alment bor-ið fram, at blokkurin er umleið 15% av okkara brutto-tjóðarinntøku, og hevur tí stóran týdning fyri føroyska búskapin. Uttan at hava skil fyri nationaløkonomi, loyvi eg mær at halda, at hesir báðir ikki hava skilt spurningin til fulnar Har aftur ímóti hoyrdi eg ein annan búskaparfrøðing meta, at skulu vit sjálvir finna nýggjar inntøkur ístaðin fyri blokkin, skulu vit økja um okkara útflutning við 2,4 milliardum kr. Vit skulu sostatt meira enn dupla okkara útflutning fyri at fáa 1 milliard kr. meira at ráða yvir. Eg veit ikki um hetta er heilt rætt. Men tað ljóðar sannlíkt, burtursæð frá, at tað verður trupult at finna rávørur v.m. til eina slíka øking í útflutninginum. Hetta merkir eisini, at vit nú, orsakað av ríkisfelagsskapinum, liva sum um vit høvdu ein útflutning uppá 4,4 milliardir og ikki góðar 2 milliardir kr. Føroyski búskapurin er tvíbeintur Føroyski búskapurin hvílir á tveimum nøkunlunda eins longum beinum. Útflutningurin av fiskaúrdráttum og blokkstuðlinum. Seinastu árini hava víst, at blokkstuðulin er tað tryggara beinið. Fyrsti politikarin, sum skar tað út í papp, var Jákup Fr. Øregarad, sáli. Hann plagdi at siga, at vit kunnu krevja skatt, geva skattalætta og annars flyta pening okkara millum sum vit vilja. Men tað sum vit keypa uttan í frá, tað skal gjaldast við fiski ella við peningi úr Holmens Kanal. Vatnið uttan ífrá Á maskinverkstaðnum við Gjónna í Miðvági høvdu teir í mínum uppvøkstri eitt vatnhjól. Tað var vatnið uttan ífrá, ella oman ífrá, úr ánni, sum fekk hjólið at mala. Vatnið, sum skvatlaði inni í hjólinum, økti ikki um ferðina, heldur tvørtur ímóti. Minkaði vatnið oman í frá við einari helvt, fór ferðin á hjólinum niður í minni enn eina helvt. Øktist vatnið, øktist ferðin á hjólinum, men kom ov nógv vatn, so rann yvir til onga nyttu. Vatnið uttan í frá til okkara búskap er deild blokkstuðulin, sum onki kostar at útvega, og deils útflutningurin við frádrátti av tí, sum tað kostar at fremja útflutningin, t.v.s. tað sum liggur eftir til okkum føroyingar at nýta, so sum lønir, hýrur, úrslit av rakstri av framleiðslu- og tænastufyritøkum o.s.fr. Blokkurin streymar stórt sæð allur út í samfelagið til lønir, pensiónir og annað. At tað er neyðugt at stýra >>vatnmongdini<< til føroyska búskapin, eru serliga árini 1985 til 1989 gott prógv um. Milliardalánini oman yvir nettoúrslitini frá útflutninginum og blokkstuðulin fekk hjólið at mala alt ov skjótt, umframt at stórar >>vatnmongdir<< fóru fyri onki. Fíggjarfrøði Fólkafloksins Fyri tað fyrsta hava rentur av skuld og blokkstuðulin onki við hvørt annað at gera. Fyri tað næsta heldur fólkafloksfilosofiin ikki í heila tikið. Lat okkum taka eitt annað dømi frá í dag úr heimbygd míni, Miðvági. Hugsa vit okkum, at onki flakavirki var í Miðvági, hevði verið lætt at roknað út, at úrslitið av flakavinnu var 0 kr. í Miðvági. Hugsa vit okkum í staðin, at Snarfrost viðgjørdi 10.000 tons av rávøru árliga og at virkið var væl rikið, so hevði nettoúrslitið neyvan ligið langt oman fyri 0 kr. Tí skal eg heilsa miðvingum frá Fólkaflokkinum, at tit skulu halda fingrarnar burtur frá flakavinnu. Men Fólkaflokkurin tekur feil, sum ikki eina ferð. >>Vatnið<< oman í frá til búskapin í Miðvági, og í Vágoynni, er m.a. útflutningurin av fiskinum við frádrátti av tí, sum Snarfrost skal gjalda av oynni fyri at fáa hendan útflutning. Arbeiðslønirnar, eisini lønir og úrslit av keypi av tænastum í Vágoynni, liggja eftir. Munurin millum onki flakavirki, sum gevur 0 kr.., og Snarfrost við 10.000 tonsum av rávøru, sum eisini gevur 0 kr., er ovurstórur. Vágoyggin hevði blómað enn meira, og nógv meira, um Snarfrost hevði virkað 10.000 tons av rávøru við einum endaligum úrsliti upp á 0 kr. Samantak Seinastu árini hava vit upplivað, at >>vatnið<< frá okkara egnu vinnu til føroyska búskapin er minkað. Ikki serliga nógv, í hvussu so er lítið og onki í mun til um vit missa blokkin. Hetta hevur álíkavæl ført til nógvar óhugnaligar sorgarleikir fyri føroyskt vinnulív, fyri nógvar privatpersónar og hevur skelkað okkara samfelag í heila tikið. Eg kann liva við, at Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og aðrir flokkar loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum. Alt bendir á at hetta hendir. Men eg kann illa liva við, at Sambandsflokkurin ikki roynir at greiða bæði okkum, sum vónandi ikki verða noydd at flyta, og seliga teimum nógvu, sum koma at flyta burtur í onnur lond, frá avleiðingunum av hesum tiltaki. Pauli Ellefsen King Kong Sæð í ljósinum frá fólkatingsvalinum, tykist Tjóðveldisflkkurin at vera landsins størsti flokkur Jan Müller Løgmaður eigur at skriva út val nú TAÐ mundi koma óvart á mong, at Nyrup skrivaði út fólkatingsval nærum hálvt ár, áðrenn valskeiðið gongur út TAÐ mundi koma óvart á mong, at Nyrup skrivaði út fólkatingsval nærum hálvt ár, áðrenn valskeiðið gongur út. Spurningurin er nú, um tað eisini fer at koma óvart á okkum, tá og um løgmaður ger av at skriva út val til løgtingið nakrar mánaðir, áðrenn valskeiðið gongur út! LØGTINGSVAL eigur at verða í juli, men tað er neyvan hugsandi, at løgmaður fer at bíða til tá. Hann hevur sagt, at hann fer helst at skriva út val til at vera í mei ella juni. Spurningurin í dag er so tann, um hetta ikki er ov seint eisini! NÚ um dagarnar segði ein samfelagsfrøðingur við blaðið, at best hevði verið um løgmaður skrivaði út val at vera sum skjótast. Víst varð á, at tað líkist ongum, um tingmenn nú fara at brúka høvið til at leggja tinguppskot fram bara fyri at brúka hesi sum valagn. At tingmenn komandi tíð fara at brúka tingið sum valforum. Hesin samfelagsfrøðingurin hevur uttan iva grein í sínum máli, tí soleiðis sum støðan sær út í løtuni við einum fólkatingsvali fyri framman, so verður torført at reka nakað sum helst slag av realpolitikki á Føroya løgtingi. Allur tann politiski leikpallurin er løddur til val. TAÐ er sjálvandi eisini rætt at taka eitt val uppá tað tíðarskeið, sum er farið og uppá tey stóru málini, sum annars leika á í samfelagnum. Tí er rætta høvið at taka valið nú tíðliga árinum, helst longu í apríl. Tá kanst tú so eisini siga, at fólkatingsvalið er ein náttúrlig upphiting og byrjan til sjálvt løgtingsvalstríðið. TAÐ er ikki rætt at samantvinna hesi valini, men kortini er greitt, at tey í nógvum førum eru skild. Tvs. at fleiri av spurningunum, sum í dag leika á og sum fara at gera seg galdandi, eru nettup mál, sum viðvíkja viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Heimastýrislógin er hálvthundrað ár, og hetta verður helst eisini ein partur av valstríðnum. So tað vildi kanska verið heilt náttúrligt og rætt, at vit í kjalarvørrinum á einum fólkatingsvali fáa eitt løgtingsval. Tí skal tað vera okkara áheitan á løgmann um sum skjótast at skriva út val til løgtingið. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Veðrið í dag: Skrið ella stormur av útnyrðingi, seinni norði og kavaælingur. Hitin fellur niður í 2 til 5 kuldastig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Upp í skrið av norði og kavaælingur. Hitalagið um 5 kuldastig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Hvassur vindur ella skrið av norði, minkandi niður í stívt andøvsgul. Kavaælingur og hitalagið millum frostmarkið og 4 kuldastig. Í gjár: Eitt lágtrýst við Jan Mayen fer spakuliga suðureftir, seinni í landnyrðing. Kuldabrúgvin haðani við Ísland fer í landsynning og fer væntandi um Føroyar í nátt. Í dag: Aftaná kuldabrúnna rekur køld luft við kavaælingi av norði inn yvir Føroyar. Leygardagur 28. februar 1998 Áki Bertholdsen Tvørafólk brynja seg til oljuhavn á Drelnesi Mikukvøldið varð felag stovnað, sum skal fyrireika vinnulívið á Tvøroyri til oljuhavn á Drelnesi. Knútur Nygaard heldur, at rættast hevði verið at felagið fevndi um alla Suðuroynna, og kanska Sandoynna við Tvørafólk eru av álvara farin at brynja seg til at taka imóti oljuvinnuni. Mikukvøldið tóku einir 50 vinnurekandi og einstaklingar á Tvøroyri seg saman í ein felagsskap sum skal arbeiða fyri at koma vinnulívinum á Tvøroyri upp í part, um oljuvinnnan tekur seg upp. Tað var Tvøroyrar Býráð sum fyri hálvum øðrum ári síðani eggjaði vinnulívsfólki á staðnum til at stovna Tvøroyrar Oljuvinnuráð, "Tor^3. Síðani var ein arbeiðsnevnd vald og í henni hava sitið Knútur Nygaard, formaður, Henrik Thomsen og Páll Nielsen. Og mikukvøldið varð arbeiðið komið so langt, at kallað varð saman til stovnandi aðalfund. Á fundinum varð nýggj nevnd vald. Í henni sita Henrik Thomsen og Finnbogi Danielsen. Handverksmeistarafelagið á Tvøroyri skal velja tann triðja nevndarlimin og tað fer felagið væntandi at gera í komandi viku. Meistarafelagið eigur fastan lim í nevndini av tí at umleið 2/3 av limunum í Tor eru handverksmeistarar. Og harafturat skal Tor húsast í hølum meistarafelagsins, og skrivarin í meistarafelagnum er eisini skrivari hjá Tor. Eykalimir í nevndini eru Páll Nielsen og Bergur Bærendsen. Grannskoðarar hjá felagnum eru Tummas Thomsen og Magnus Jesperen Stórur áhugi Knútur Nygaard sigur, at tað hevur verið stórur áhugi fyri felagnum. ­ Ein fyrireikandi limafundur var herfyri, og tá teknaðu vit 35 limir av teimum 36 fólkunum, sum møttu. Síðani eru næstan15 limir komnir afturat so nú er limatalið næstan 50. ­ Sostatt er tað bara hendinga fyritøka á Tvøroyri, sum ikki er limur í felagnum. Enn eru bara vinnurekandi limir í felagnum, men einstaklingar kunnu eisini melda seg inn. Limagjaldið er 1.500 krónur um árið fyri einstaklingar. Eru 2-5 starvsfólk í eini fyritøku, er limagjaldið 3.000 krónur um árið og fyri størri fyritøkur er tað 5.000 krónur um árið. Brynja seg til oljuhavn Endamálið hjá felagnum er at fyrireika vinnulívið til eina útgerðarhavn á Drelnesi. Felagið skal eisini útvega limunum so holla vitan sum gjørligt. Og at enda skal felagið virka fyri, at vinnulívið á Tvøroyri fær best møguligu kor at virka undir. Men Knútur Nygaard sigur, at tá ið endamálið, ella partar av endamálinum er rokkið, kann endamálsgreinin verða broytt, so at felagið fær nýggj mál at arbeiða fram ímóti. ­ Ætlanin við felagnum er, at tað skal kortleggja vinnulívið á Tvøroyri fyri at vita, hvat tað hevur at bjóða oljuvinnuni. Samstundis skal felagið kann eftir, akkurát, hvat oljuvinnan hevur brúk fyri. ­ Tvs, at sum frálíður fáa vit eitt vinnulívskort sum vísir, akkurát, hvørji virki kunnu bjóða seg fram til heilt ávísar tænastur, sum oljuvinnnan hevur brúk fyri. ­ Tað hevur eisini tann fyrimun, at savna alt undir ein hatt, tí so sleppa oljufyritøkurnar frá at leita eftir fólki, men hava eitt telefonnummar at ringja til, sum skjótt og greitt kann fáa samband í lag við relevantar fyritøkur. Nýggja vinnulívskortið hjá tvørafólki ger tað eisini skjótari akkurát at finna fram til, hvørji virki kanska kunnu samstarva um ávísar uppgávur. Felagið kann seta fólk í starv at fyrisita felagið. Verður tað gjørt, skal viðkomandi verða samskipari og lobbyistur og gera eitt uppsøkjandi arbeiði við atliti til at skapa ítøkiligt virksemi til vinnufyritøkur á Tvøroyri. ­ Viðkomandi skal eisini arbeiða við samskifti ímillum vinnulívið á Tvøroyri og aðrastaðni í Føroyum og í útlondum. Knútur Nygaard sigur, at ætlanin er at seta fólk í starv. Fingið størri øki uppí Knútur Nygaard sigur, at í fyrstu atløgu er felagið fyri tvørafólk. Men á aðalfundinum mikukvøldið luftaði hann tankan um at tað rættasta hevði verið, at Tor varð víðkað til at umfata alla Suðuroynna, og kanska Sandoynna við. Hann sigur, at tað var ongin sum mótmælti hesum. Tvørturímóti var ein ávís undirtøka at hóma fyri hesum. ­ Tvs, at tað verður alt tað syðra vinnuøkið í Føroyum, sum bjóðar fram í felag. Knútur Nygaard ivast ikki í, at hetta er rættasti mátin at arbeiða. ­ Eg haldi, at vit hava ilt við at hugsa okkum, hvussu stórt tað er, sum vit eru á veg inn í. Tí nyttar onki at vit eru so snævurskygd, at vit ikki røkka útum havnamerkini á Tvøroyri. Tað eru vit ov smá til. ­ Og eg eri fullvísur í, at er olja at finna, ger tað næstan tað sama, hvat oljuhavnin liggur, tí tá verður nóg mikið at gera til allar hendur í Føroyum. ­Tað, sum er meiri umráðandi, er, hvat oljufeløgini sjálvi siga. Er Suðuroggin stytsta leið út á oljuøkið, er ongin ivi um, at tey vilja hava oljuhavnina her, heldur enn at sigla fýra, fim tímar longri til eina aðra havn í Føroyum. Tí hjá teimum telur hvør løta. Ikki eitt móttrekk Hinvegin sigur Knútur Nygaard, at Tor er ikki eitt móttrekk ímóti Atlantic Petroleum, sum nøkur hava fingið fatan av. ­ Atlantic Petroleum er eitt felag, sum ætlar sær beinleiðs uppí oljuvinnuna. ­ Okkara felag er eitt felag, fyri tey, sum kunnu veita oljuvinnuni tænastur av ymsum slag, sigur Knútur Nygaard. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Teir bíða til í síðstu løtu Freistin at stilla upp til fólkatingsvalið er úti á midnátt í kvøld, og flokkarnir bíða til síðstu løtu at almannakunngera valevnislistarnar Sum kunnugt, varð fólkatingsval útskrivað í ótíð at verða mikudagin 11. mars. Á fólkatingi kom valið sera óvart á, og sama kann sigast verða galdandi her hjá okkum. Skotbráið flokkarnir fingu at stilla upp valevni var sera stutt, og tað sæst týðuliga nú freistin er úti í kvøld. Í hesi vikuni boðaðu teir tríggir smærru flokkarnir, Miðflokkurin, Kristiligi Fólkaflokkurin og Verkamannafylkingin frá, at teir stilla ikki upp til hetta valið. Tað vil siga, at veljararnir hesaferð >>bert<< hava teir fimm, gomlu flokkarnar at velja ímillum. Men tað tekur tíð at fáa valevnislistarnar klárar, og tí hava flestu flokkarnir valt at bíða til í síðstu løtu at almannakunngera listarnar. Óført hevur verið gitt um hvør fer at stilla upp hesaferð, men tær flestu gitingarnar eru afturvístar. Tjóðveldisflokkurin var fyrsti flokkurin, sum varð liðugur við sína uppstilling, og teirra listi stendur aðrastaðni á hesi síðuni. Hvussu gongst so hjá hinum flokkunum? Tað hava vit spurt á floksskrivstovunum og hjá formonnunum. Tríggir lidnir í gjárkvøldið Á sjálvstýrisskrivstovuni siga teir, at teir ikki eru lidnir áðrenn blaðið fór til prentingar. - Eg rokni við at vit verða lidnir um middagsleitið, ella einaferð út á seinnapartin. Tað er ikki so nógv sum vantar, verður sagt frá Sjálvstýrisflokkinum. Frá Fólkaflokkinum fingu vit at vita, at teirra uppstilling skuldi almannakunngerast í gjárkvøldið. Óli Breckmann, floksformaður sigur, at Fólkaflokkurin hesaferð stillar 10-12 valevni. - Og vit royna at hava eina ávísa geografiska spjaðing á listanum, sigur hann. Spurdur um fleiri kvinnur eru á listanum, sigur Óli, at teir ikki stilla konufólk upp, bara fyri at gera tað, men, sigur hann: - Tað eru góð fólk á listanum. Tað eru eisini tær seinastu váttaninar, sum mangla fyri at listin hjá Fólkaflokkinum skal verða endaliga klárur. Hjá sambandsflokkinum er sama skil. Teir mangla eisini seinastu undirskriftirnar áðrenn teir kunnu almannakunngerða listan. Terji Davidsen sigur, at flokkurin hesaferð stillar eini 17-18 valevni upp. Til seinasta val stillaði sambandsflokkurin heili 25 valevni upp til fólkatingsvalið, so tey eru færri hesaferð. Terji Davidsen sigur, at tey ymsu økini í landinum eru nøkunlunda javnt umboðaði á listanum hesaferð, og at tað eisini eru nakrar kvinnur á listanum. Meira vil hann ikki siga. Javnaðarflokkurin liðugur í morgin Tað bar heldur ikki til at frætta nakað endaligt frá Javnaðarflokkinum. Eyðálv Dimon, skrivari, sigur, at teir verða lidnir við uppstillingina í dag. - Vit mangla eisini tær seinastu váttaninar áðrenn vit kunnu fara út og almannakunngera listan. Javnaðarflokkurin stillar 16-17 valevni upp sigur Eyðálv Dimon. - Vit hava tvey umboð úr hvørjum valdømi at stilla upp, umframt eitt umboð fyri SU. Stutt valstríð Sum nevnt var skotbráið flokkarnir fingu til hetta valið sera stutt. Valið verður longu um hálva aðru viku, og tað verður ikki tíð til tað heilt stóra valstríðið. Men, tað verður spennandi at síggja hvussu leikur fer. Ein veljarakanning varð gjørd fyri stuttum, og hon vísti greiða framgongd til Tjóðveldisflokkin. Í tí kanningini vóru allir flokkarnir við, og tí má spurnartekin setast við, um hon hevur nakað virðið til hetta valið. Tí, hvar fara veljararnir hjá teimum trimum smærru flokkunum, sum tá tær verða lagdar saman, ikki eru so heilt fáar í talið hóast alt. Tað eru jú bert tveir fólkatingslimir >>at kríggjast<< um, so alt kann nógv henda. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, sum eiga teir báðar tingsessirnar í løtuni, skulu nokk ikki føla seg ov vísar í, at teir eisini eiga teir eftir valið. Men hetta eru bara gitingar. Um hálvaaðru viku eru vit klókari. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Eitt rimmar ár Ársroknskapurin hjá Atlantic Arways fyri 1997 vísti eitt yvirskot uppá uml. 8,6 mió kr. Hetta er ein vøkstur uppá heili 70% í mun til 1996 Tað gongur framá hjá Atlantsflog, og tað við tí flúgvandi ferð. Umsetningurin veksur, yvirskotið veksur og skuldin minkar. Roknskapurin fyri rakstrarárið 1997 er liðugur, og í tíðindaskrivið í gjár boðar Atlantsflog frá, at yvirskotið í 1997, aftaná avskrivngar, er uml. 8,6 mió kr. Yvirskotið í 1996 var stívlig 5 mió kr., so her er talan um ein vøkstur uppá heili 70%. Umsetningurin vaks við 10 mió. kr. í 1997, úr 92 mió. upp í 102 mió., og skuldin minkaði við 11 mió. úr 55 mió. kr. niður í 44 mió. kr. Alt yvirskotið fer til at konsoliderað felagið, og tí vaks eginognin hjá Atlantsflog úr 35 mió. kr. til slakar 44 mió. kr. Nevndin í Atlantsflog og stjórin ásanna tí, at felagið lýkur krøvini, sum partafelagslógin setur til eginpening frá 1. januar 1999. Nevndin og stjórin í Atlantsflog eru, sjálvsagt, sera væl nøgd við úrslitið. Báðir partar ásanna samstundis, at ein sunnur rakstur og konsolideringi av felagnum, hava lagt grund undir eina varliga útbygging av arbeiðnum hjá felagnum. Í summar fer Altantsflog nevniliga at flúgva við tveimum flogførum í háárstíðini. Ferðafólkatalið hjá føroyska flogfelagnum veksur støðugt. Í 1997 flutti Atlantsflog 66.928 ferðafólk við tyrlu og flogfari. Tað er ein vøkstur uppá 9,4% í mun til árið fyri. Atlantsflog hevur annars rundan føðingardag í ár. Tann 28. mars eru 10 ár liðin síðani at Atlantsflog byrjaði. Jógvan Isaksen Vit sigla í ódn og í logn - Tað er ikki gerandiskostur, at ein maður, sum er føddur og uppvaksin í Keypmannahavn og sum 28 ára gamal fyrstu ferð setur fót á land í Føroyum, skrivar føroyska siglingarsøgu, skrivar Jógvan Isaksen m. a. í ummælinum av bókini hjá Leif Pedersen um Ólav Halga Jógvan Isaksen Leif Pedersen: Ólavur Halgi - fiskiskip og vaktarskip. Ritstjórn: Leif Pedersen og Jógvan á Lakjuni. Forlagið Heygsmørk 1996. 213 síður við nógvum myndum. Fyri góðum ári síðani kom bókin um fuglafjarðartrolaran Ólav Halga, og hon er skrivað av tí danskfødda gøtumanninum Leif Pedersen. Í innganginum fortelur Leif, hvussu tilvildarligt tað var, at hann kom at vera tólv ár sum kokkur og viðhvørt eisini fjarritari við Ólavi Halga. Í miðjum 50unum giftist hann føroyskari konu, og tá ið virkið, hann arbeiddi á í Keypmannahavn, fór á heysin, gjørdi hann av at fara til Føroya at vitja verforeldrini. Verpápin var skipari á sluppini Grundick og bað Leif koma við sum kokkur, og av tí at hann hevði brúk fyri pengunum, játtaði hann, hóast hann ikki hevði verið annað á sjónum enn við onkrari ferju í besta veðri. Viðurskiftini at kokkast umborð á einari slupp vóru ikki fyrimyndarlig, men eftir rættiliga stuttari tíð treivst Leif Pedersen við arbeiðnum sum kokkur. Seinni var hann kokkur við Morning Star og so tey nógvu árini við Ólavi Halga. Sjálvur hevur hann bara gott at bera kokkaarbeiðnum, hóast fólk vilja vera við, at tað er eitt hundalív. Somuleiðis sigur hann seg altíð hava fingið ta hjálp, hann hevur havt brúk fyri, frá manningini. At Leif Pedersen, keypmannahavnarin sum gjørdist gøtumaður, er farin undir bókina um Ólav Halga er ikki bara tí at honum hevur dámt at vera til skips og at kokkast. Men tí at hann sum fráleið gjørdist góður við Ólav Halga, og hesin bleiv mestsum eitt livandi ting fyri hann. Síðani hann mynstraði av fyri síðstu ferð í 1973, sigur Leif seg aftur og aftur hava hugsað um tíðina umborð, og sum eitt fríðtíðarítriv settist hann at skriva um trolaran. Bókin hevur ein fullkomiliga greiðan bygnað, líka úr megintættunum niður í einstakar fiskitúrar og einstakar vaktaruppgávur. Aftast er yvirlit yvir heimildarpersónar, yvir allar túrarnar hjá Ólavi Halga, manningarlistar við tíðarskeiðum, yvirlit yvir fólkanøvn og skipanøvn við síðutilvísingum. Her er eyðsæð ikki farið fram eftir fummum. >>Ólavur Halgi - fiskiskip og vaktarskip<< fellur natúrliga í tveir høvuðspartar. Tann fyrri og drúgvari er árini sum fiskiskip - har var Leif Pedersen jú sjálvur við meira enn helmingin av tíðini - og so ein styttri um starvið sum vaktarskip, har Leif bara er umborð trettan dagar í 1994 fyri at kunna seg um hendan partin. Tað sigur seg sjálvt, hvør parturin er tann meiri livandi og persónligi. Fyrst verður sagt frá arbeiðsloysinum í Fuglafirði fyrru helvt av 50unum og royndir hjá ymsum monnum at útvega skip at bøta um hetta. Hvussu landsstýrið í 1957 samtykkir at lata tríggjar trolarar byggja í Portugal, hvussu nærum allur Fuglafjørður er uppi í at savna eginpengin saman og so fagnaðardagurin, allahalgannadagur 1959, tá ið Ólavur Halgi flaggskrýddur stevnir inn eftir vánni. Síðani verða túrarnir gjøgnumgingir úr fyrsta ísfiskatúrinum undir Íslandi um saltfiskatúrarnar undir Grønlandi og við New Foundland til seinastu ísfiskatúrarnar í 1976. Summir av túrunum fáa bara stutta umrøðu, meðan túrarnir, har eitthvørt serligt er fyrifarist, fáa eitt sindur longri umrøðu. Einahelst hesar frásagnir hava stóran áhuga hjá tí lesara, sum ikki eigur beinleiðis lut í tilveruni hjá Ólavi Halga. Sagt verður frá baldrutum ferðum bæði á og av fiskiskapi, og hvussu væl Ólavur Halgi royndist í illveðri og ísi. Ein túrin yvir til Grønlands liggja teir á nýggjárinum í ódnarstormi við Kappan, og nærum alt tað elektriska gongur fyri umborð. Eisini peran á ljóskastaranum á brúgvartakinum, og tað ger, at teir síggja ikki ísfjøllini, sum koma rekandi ímóti teimum. Einaferð, tá ið skipið fær eitt øgiligt kast, sigur maskinmeistarin: >>So, Leif, nú fóru vit<<. Men so var ikki, og tað skilst á høvundinum, at umframt at Ólavur Halgi var gott skip, so átti skiparin stóran part av heiðrinum, at so væl spældi av. Hann æt Olaf Olsen, og tá ið tað ljósnaði bardi hann seg upp á brúgvartakið at fáa nýggja peru í ljóskastaran: >>Men hóast Olaf sigur, at hetta er tyngsta tak, hann nakrantíð hevur tikið, so eydnaðist tað honum at fáa peruna í<<. Hetta vísir, at á einum sinni dugdi Olaf Olsen annað enn at sita í nevndum. Av teimum 213 síðunum munnu myndir av serstakliga manning og lívinum umborð fylla eina helvt, og hetta er við til at gera verkið stak livandi. Tá ið ein persónur verður nevndur, kann lesarin síggja eina mynd av honum, verður vandin fyri yvirísing nevndur, so er mynd av hesum og frá tíðini sum vaktarskip, eru myndir úr tí arbeiðnum. Leif Pedersen er sloppin væl frá bókini, og tilfarið er bæði spennandi og forvitnisliga lagt fram. Somuleiðis er málið livandi og lætt, og her eigur Jógvan á Lakjuni heiðurin, tí hann er tað, sum hevur umsett danska tekstin hjá Leif til føroyskt. Eg haldi eisini, at høvundurin, nú hann skrivar alla søguna hjá einum skipi, hevur valt rætta mátan. Hann breiðir seg ikki, men skrivar stutt og neyvt, kortini er tað rúm fyri søguni, hendingini, sum setur dám á lesnaðin. >>Ólavur Halgi - fiskiskip og vaktarskip<< er bæði upplýsandi og hugtakandi lesnaður. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stutt um filmin Í ódnarveðri uttan fyri kubansku strondina eydnast tað 53 afrikanarum at fella vaktarmenninar umborð á trælaskipinum La Amistad. Uttan at vita nakað um navigatión, lata tey seg lumpa av tveimum av manningini, sum eftir eru á lívi. Tveir mánaðair seinni verður skipið funnið av einum amerikanskum orlogsskipi. Teir 53 afrikanararnir verða fongslaðir og ákærdir fyri morðini á manningina á trælaskipinum Stríðsmenn fyri trælanna frælsi í USA royna at hjálpa teimum, men teir stríðast móti sterkum kreftum: Eigarum av skipinum, sponsku drotningini og Martini van Buren, forseta, sum roynir at verða afturvaldur og ikki ynskir stríð við trælaánarar í Suðurstátunum. Miðskeiðis í rokanum standa teir 53 afrikansku trælirnir uttan nakran møguleika at skilja, hvat fer fram. Ikki fyrr enn Roger Baldwin, sakførari skilir, at hann hevur brúk fyri einum menniskjansligum vinkli til málið, eydnast honum at koma trælunum á tal við tolki. Hetta broytir hansara hugsan um trælirnar - serliga tá trælurin Cinque greiðir frá líðingarsøguni og eyðmýkjanini á langa vegnum úr Afrika til USA. Men sannleikin er ikki nóg mikið fyri at vinna. Sterku mótstøðufólk hansara fáa sakina heilt upp til Hægstarætt. Nú noyðist Baldwin at gevast, men hann fær kortini ein nýggjan sameindan - fyrrverandi amerikanska forsetan, John Quincy Adams, sum talar fyri frælsi afrikanaranna. Steven Spielberg hevur instruerað filmin Amistad, sum er grundaður á veruligar hendingar í USA í 1840'unum. Á leikaralistanum síggjast m. a. Matthew McConaughe sum sakførarin Baldwin, Anthony Hopkins, Morgan Freeman, Stellan Skarsgård, Nigel Hawthorne og Pete Postlethwaite. Sum talsmaður afrikanaranna, Cinque, leikar Djimon Hounsou, sum er føddur og uppvaksin í Benin. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin Nøkur fakta um trælatíðinaŠ 1482 Pio II pávi fordømur trælahandil. Portugisar byggja fyrstu trælastøðina í Elmina, á Gullstrondini (nú Ghana) 1492 Evropear (Columhus) finna Amerika 1562 Fyrsta góðkenning bretsku stjórnarinna av trælahandli; 300 trælir, sum breta hava útvega sær, ferða førdir til Hispaniola (nú Haiti/Dominikanska Lýðveldið) 1565 Spaniólar føra trælir til St. Augustine (nú Florida) 1619 Afrikanarar, sum verða førdir til Jamestown í Virginia, eru fyrstu trælir, sum eru førdir inn í bretsk hjálond. Evropeiskur handil við afrikanskum trælum tekur dik á seg. Leiðandi landið á hesum øki er Holland, men Spania, Portugál, Ongland, Frankaríki og Danmark eru eisini væl við. Sukurdyrkanin á vestindisku oyggjunum er eisini stór. Trælir verða innfluttir bæði til Norður- og Suðuramerika. 1658 Danir taka ein svenskan skansa, Carlsberg, nú Cape Coast Castle, á Gullstrondini. 1666 St. Thomas í Vestindia verður hersett. 1673 Danir byggja Christiansborg skansa á Gullstrondini (er nú í høvuðsstaðnum Accra) 1711 St. Jan í Vestindia verður hersettur 1712 Ongland fær 30 ára einkarrætt upp á trælahandil frá Spania 1713 Ongland verður størsti handlandi við afrikanskum trælum. 1733 Danir keypa St. Croix. Tríggjar oyggjar í Vestindia eru nú donsk hjálond til 1917 1776 USA verður sjálvstøðugt, >>Declaration of Independence<< verður undirskrivað. 1777 Trælir verða frælsar í Massachusetts USA, trældómur verður avsagdur í Pennsylvania. 1787 The Society for the Abolition of the Slave Trade verður sett á stovn í Onglandi. Ein lítil koloni fyri frælsar trælir verður grundløgd í Sierra Leone, Vesturafrika. 1791 Freetown, Sierra Leone verður grundlagdur. 1792 Danski Fríðrikur krúnprinsur sendir út heimsins fyrstu lóg, sum bannar trælahandli: Forordning om Negerhandlen. Danskur trælahandil verður størri enn nakrantíð fyrr, tá lógvin ikki skal setast í gildi fyrr enn í 1803. 1793 Bummulsframleiðslan í suðurstátunum í USA økist, bummullin verður primera grøðin, økið gerst bundið av lrælaarbeiði. 1803 Danskt forboð móti trælahandli 1807 Enskt forboð móti trælahandli 1808 Kongressin í USA bannar innflutningi av afrikanskum trælum. 1817 >>American Society for the Return of Negroes to Africa<< verður sett á stovn. 1820 Liberia í Vesturafrika, granni hjá Sierra Leone, verður stovnað sum koloni fyri amerikanskar afrikanar. 1820-1823 verða 1500 svørt send til Afrika av American Colonization Society. 1822 Liberia verður stovnsett sum afrikonsk koloni fyri frælsar amerikanskar trælir. 1824 Trælahald verður avtikið í Miðamerika 1826 Brasilia steðgar trældómi. 1833 Ongland steðgar trældómi. 1839-1842 Amistadmálið 1848 Danmark og Frankaríki banna trælahaldi. Í donskum Vestindia sigur Peter von Scholten, guvernørur, at nekarar eru frælsir. Kolveltingar í Evropa - fyri fólkaræði. 1850 Danmark selur Gullstrondina 1861-1856 Borgarakrígg í USA 1863 USA bannar trælahaldi. Emancipation Proclamation verður undirskrivað av Lincoln forseta. 1866 14th Amendment (grundlógarbroyting) tryggjar borgararættindum eisini galdandi fyri nekarar. 1869 15th Amendment - atkvøðurættur kann ikki noktast vegna rasu, lit ella fyrrverandi trælastatus. Ongland verður størsti handlandi við afrikanskum trælum. Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin Ein dimmur blettur í søgu hvíta mansins ­ Meðan eg gjørdi hendan filmin, merkti eg ongantíð, at eg segði søguna hjá onkrum øðrum. Eg kendi í stóran mun, at eg segði søguna hjá øllum. Hetta er ein søga, sum fólk úr øllum tjóðum og rasum eiga at kenna, sigur Steven Spielberg um søguna, sum er grundarlag fyri áhugaverda filminum Amistad, sum í gjár hevði frumframførslu í Havnar Bio. Filmurin er um syndarligu lagnuna hjá 53 afrikanarum, sum vórðu rændir úr heimlandi sínum í Afrika í 1838 og førdi til Amerika - enn ein dimmur blettur í søgu hvíta mansins Eirikur Lindenskov < GEVIÐ OKKUM FRÆLSI! Rópið gellur gjøgnum hølini. Tey fyrstu orðini, vit hoyra frá teim ákærdu. Hetta er tað, sum sakin snýr seg um fyri teir 53 afrikanarnar. Í USA, har rættarmálið fer fram, er annað og meira upp á spæl. Her eru tey vorðin ein brikkur í einum fløktum politiskum máli, sum fá ár seinni skal føra til blóðugt stríð < Tað Amerikanska Borgarakríggið. Hettar byrjar summarið 1839 umborð á spanska skipinum La Amistad uttan fyri strond Cuba. Í summarveðrinum eydnast tað teimum 53 trælunum at bróta keturnar, taka av fótum og drepa meginpartin av manningini. Tveir av manningini, sum koma frá tilburðinum við lívinum, verða tvungnir at føra skipið aftur til Afrika, higani trælirnir koma. Snúðin, sum tann hvíti maðurin er, verða trælirnir sviknir, og einar tveir mánaðir seinni verður skipið funnið uttan fyri Connecticut í USA. Hetta verður forsøgan til eitt drúgvt og fløkt rættarmál, sum fær víttfevndar avleiðingar. Í fyrsta umfari snýr tað seg um morðini á manningina, síðani er tað kravið hjá teimum báðum av manningini, sum eftir eru á lívi, um rættin til skip og last - altso trælirnar - og í triðja umfari krevur skiparin á amerikanska skipinum, sum bjargaði La Amistad, bjargingarløn, fyri skip og last - alsto trælirnar. Spanska drotningin krevur skip og last - altso trælirnar. Amerikanski forsetin, Van Buren er miðskeiðis í valstríðnum, og vil helst ikki fáast við trupul mál. Ein bólkur at stríðsfólki, sum arbeiða fyri at geva trælum frælsi, fær ein advokat, Roger Baldwin, at verja trælirnar. Han hevur tó tann stóra trupulleika, at hann ikki er førur fyri at tosa við klientar sínar. Hann skilir tey ikki, og tey skilja ikki hann. Tí noyðist hann at nýta snildir. Hann roynir sítt besta at sannføra rættin um, at afrikanararnir eru føddir frælsir í Afrika og førdir til Amerika sum trælir, og tað er ólógligt, tá trælahandil er bannaður. Men trupulleikin er at prógva tað. Við tógvið stríð eydnast tað Roger Baldwin at fáa samband við Cinque, sum allir trælirnir hava álit á. Smátt um smátt fær hann søguna um líðingarnar og eyðmýkjanina, sum trælirnir hava verið ígjøgnum á veg til Amerika. Og smátt um smátt fær hann sett saman eina verju, sum kann fáa fríkent klientar hansara fyri morð og givið teimum frælsið aftur. Samstundis verður hetta ein týðandi liður í stríðnum hjá teimum, ið berjast fyri at bæsa trældóminum í Suðurstátunum. Men spælið er ikki liðugt enn. Politisku trupulleikarnir í málinum fáa Van Buren, forseta til at kæra dómin til Hægstarætt. Og í Hægstarætti situr ein meiriluti av dómarum, sum sjálvir eiga trælir heima í tí teirra egnu plantasjum í Suðurstátunum. Ímóti so sterkum kreftum má Roger Baldwin spæla sín síðsta trumf. Tað eydnast honum at yvirtala fyrrverandi forsetan, John Quincy Adams, at koma úr sínum otiumi og føra sakina fyri hægsta dómstólin í USA. Søgunnar málningur Fyri at mála hendan málning av - í høvuðsheitum - søguligum persónum, valdi filmsleikstjórin, Steven Spielberg at nýta fleirtjóða leikarar. Tann fyrsti sjónleikarin, hann leitaði fram, var Morgan Freeman, sum hann so leingi so fegin vildi hava at arbeiða við. Luturin sum Theodore Joadson er annars gjørdur til filmin, men grundaður á fleiri fyrrverandi trælir í abolitionistrørsluni. Joadson er ein fyrrverandi trælur, sum fer saman við handilsmanninum Tappan í trælafrælsisrørslunnar tænastu. Tá Amistadsakin var frammi, varð málið rættuliga blást upp. Bløðini skriva um hendingina sum ein >>massakru á havinum<<, men Joadson og Tappan kalla afrikanararnar fyri >>frælsisstríðsmenn<<. Leiklutin sum Tappan hevur sviin Stellan Skarsgård. Matthew McConaughey spælir enn einaferð advokatur. Roger Baldwin er ognaradvokatur. Hann fer ikki inn í málið vegna støðufesti, men einans tí, at hann sær hetta sum eitt mál um ognarrætt. < Sakin hóskar Baldwini, tí afrikanarar verða virdir sum ogn. Hann roynir tó at prógva, at teir ikki løgføðisliga eru tælir (føddir í eini plantasju av foreldrum, sum eru trælir), tí teir eru úr Afrika og eru á ólógligan hátt burtirfluttir úr egnum landi til Amerika. Tað snýr seg ikki um mannarættindi, men um ognarrætt. Sjónarmið hansara broytist tó eitt sindur gjørgnum rættarmálið. < At byrja við er Baldwin kensluleysur fyri >>sakini<<. Men hann broytist sum søgugongdin fer fram til at vera meira menniskjaligur, so hvørt hann skilir týdningin í málinum, hann arbeiðir við. Talan er ikki longur um eitt mál um ognarrætt, men um menniskjanslig sjónarhorn. Tá málið kemur í hægstarætt fær tað heitið >>rættarmál forsetanna<<. Martin van Buren, forseti, sum royndi at verða afturvaldi, hálaði í træðrirnar handan leiktjøldini. Samstundis var sakførarin hjá afrikanarunum fyrrverandi forsetin, John Quincy Adams. Ein smálutur at nevna er, at báðir forsetaleiklutirnir verða leiktir av onglendingum: Nigel Hawthorne spælir Van Buren og Anthony Hopkins leikar John Quincy Adams. Hopkins skal hava sagt, at hetta er ein av hansra allar bestu leiklutum. ­ Adams var bert forseti eitt valskeið, og teir søgdu um hann, at hann var púra reiðiligur og ikki til at mutra - tískil var hann ikki ein vælumtóktur politikari, hevur Hopkins sagt. Adams var hvørki fyri ella í móti trælahaldi, og hann vildi upprunaliga ikki hava nakað sum helst við Amistad-málið at gera. Seinni kendi hann seg kortini tvungnan til at stríðast fyri lívinum hjá hesum menniskjum. Hann var ein moralskur maður. ­ Størsti trupulleikin var at finna leikarar til teir 53 trælirnar. Og fyrst og fremst at finna Cinque, sum hevði so stórt trúvirði, hevur Spielberg sagt. ­ Vit vóru so heppin at renna okkum í Djimon Hounsou, meðan vit vóru við at seta nøvn á ymsu leiklutirnar. Hounsou er føddur í Vesturafrika, og hevur bert verið við í ymsum smærri filmum áður. Hann tosar við Benin-dialekt og ikki Mende, sum tann rætti Cinque og felagar hansara frá Mende-, Temne- og Kissi-ættarbólkunum gjørdu. Í veruleikanum var tað tann truplasta uppgávan at finna sjónleikarar til leiklutirnar sum teir 53 ákærdu afrikanarnar. Leitað var millum innflytarar í USA, síðani í Sierra Leone og at enda í Onglandi, har eisini nógvir innflytarar úr Vesturafrika eru. At enda vóru funnir bæði sjónleikarar, dansarar, tónleikarar - og onkur lesandi frá Harvad, ein olympiskur rennari og ein lívfrøðilærari.. Henda óvanliga samansetingin var síðan sett á skúlabonk hjá Arthur Abraham, professara, søgumanni og búskaparfrøðingi í Sierra Leone. Hann er ein av teimum leiðandi myndugleikapersónunum innan Mende-mentanina, so hann kundi lærar sjónleikararnar bæði eitt og annað um mentanina - eins og Mende-málið. Tað er eisini hann, sum hevur umsett partarnar av manuskriptinum til Mende-málið. Stóri arvurin Eitt, sum ætlanin við filminum eisini var at vísa er, at Amistad-málið er >>gloymd søga<<. Tá framleiðarin, Debbie Allen, rendi seg í søguna í 1984, varð hon mest ovfarin av, at hon ongantíð hevði hoyrt um hana fyrr. ­ Eg gjørdist rættuliga kensluborin. Eg kendi meg sterka og glaða um, at hetta var hent, men eg kendi eisini ein sakn í, at eg ongantíð hevði hoyrt um hetta málið í skúlanum, hevur hon sagt. Debbie Allen kom ikki langt við ætlanini tey fyrstu 10 árini, meðan hon savnaði saman tilfari. Ikki fyrr enn hon sá Schindlers List, kveiktist vónin um, at hon kundi finna ein filmsskapar við somu hugsjónum. ­ Steven og eg tosaðu saman í hálvanannan tíma, minnist Debbie Allen. ­ So visti eg, at vit fóru at gera filmin. Eftir øll hesi ári, so hendi tað bara, sigur hon. Tá manuskriptið varð skrivað, var dentur lagdur á at siga søguna frá afrikanaranna sjónarhorni - serliga leiðara teirra, Cinque. Tey hildu tað vera av týdningi at minnast, at Cinque ikki var trælur og ongantíð hvði verið tað. Hann er ein frælsur maður, sum brádliga er í leinkjum. Men hann boyggir seg ikki, og tí hann hevur hesa megi, henda óbendiliga vilja, verður hann, meðan hann er í fongsli, tann frælsasti maðurin á jørðini. Men hetta er ikki nóg mikið. Tað var neyðugt at finna røttu umstøðurnar at filma í - ein tíðarmaskinu at flyta 1990OEini til 1840OEini. Uppgávan varð latin Rick Carter, sum er designar. Hann hevur áður arbeitt saman við Spielberg, bæði við Jurassic Park og The Lost World. Undir leiðslu hansara var m. a. torgið í Newport umbygt, Rhode Island, sum hevur eitt vakurt 258 ára gamalt hús í øðrum endanum, til New Haven í 1840OEinum. Aðrir, nýggjari bygningar og lutir, vóru goymdir, skelti og parkometur tikin niður og asfaltið fjalt við fleiri túsund kubikkmetrum av grúsi. At beina burtur 20. øld var størsta avbjóðingin hjá Carter Onnur søgulig hús í Newport ímynda slotti hjá Isabellu drotning og bygningarnar hjá forsetanum. >>Original<< leiktjøld vóru m. a. fongslið, har stórur partur av hendingunum fara fram, og Hægstirættur. Ein gamal spanskur skansi í Puerto Rico ímyndar gitna trælaskansan Lomboko og kubanska trælamarknaðin, har Amistad-fangarnir vórðu seldir. Bæði Rick Carter og fotografurin Janusz Kaminski, Oskarvinnarin fyri Schindlers List, nýttu tátíðarinnar málningar sum útgangsstøði fyri stíl og littónar, serliga myndir hjá Goya. ­ Meðan eg gjørdi hendan filmin, merkti eg ongantíð, at eg segði søguna hjá onkrum øðrum. Eg kendi í stóran mun, at eg segði søguna hjá øllum. Hetta er ein søga, sum fólk úr øllum tjóðum og rasum eiga at kenna, sigur Steven Spielberg um søguna, sum er grundarlag fyri áhugaverda filminum Amistad. Kelda: United International Pictures Greinar, ið hava tilknýti til hesa: Bartal N. Poulsen og Bárður Hansen Hava lært nógv Bartal Poulsen og Bárður Hansen, sum hava verið í starvsvenjing á Sosialinum seinastu tvær vikurnar, hava spurt nakrar aðrar praktikantar, hvussu teimum dáma síni arbeiðspláss Heidi Bech hevur verið í starvsvenjing á Hotel Haf-nia, og tað dámdi henni væl.. Tað var eitt sindur annaðleiðis, enn hon hevði ímyndað sær, men tað var sera hugtakandi. Tá ið vit spurdu hana, hví hon valdi Hafnia, svaraði hon, at hon vildi royna okkurt nýtt og spennandi.. Hon hevur ar-beitt í reseptiónini, á gong-ini og í matstovuni, har hon slapp at royna mangt og hvat. >>Eg havi lært nógv hesa síðstu vikuna<<, segði hon. Í síðsta ár var hon á Suð-uroyar Sjúkrahúsið, og tað dámdi henni eisini væl, men tað var ikki so avbjóð-andi sum Hafnia. >>Eg hevði gott kunnað hugsa mær at arbeitt her fast, arbeiðstíðin er sera lagalig, men nú fáa vit at síggja....<< Sera áhugavert Linda Meyer hevur verið í starvsvenjing hjá Sjónvarp Føroya, og hóast hon hevur roynt tað fyrr, er tað sera áhugavert. Hon segði, at fólkini eru fitt og fyrikom-andi, og henni dámar væl. Ein av orsøkunum til, at hon valdi at fara til SvF aftur er, at hon er sera hugtikin av arbeiðinum har. >>Eg hevði fegin vilja arbeitt her , men framtíðarætlanir mínar loyva tí ikki.<< Linda hevur tikið vox-pop upp til Gekkin, redigerað, verið við í Degi og Viku og Undirhúsinum, og ymiskt annað áhugavert. Tutl er eitt gott arbeiðs-pláss Vit hava eisini verið inni í Tutl og spurt Hjalta Grá-stein, sum er í starvsvenjing har, hví hann valdi Tutl til arbeiðspláss í tvær vikur. >>Eg eri sera áhugaður í tón-leiki, og mær dámar væl at geva fólki ráð um tónleik. Eg hevði fegin arbeitt her fast; her er stuttligt at vera, tú møtir fólki og her eru góðar arbeiðsumstøður.<< Hesa síðstu vikuna hevur Hjalti avgreitt viðskiftafólk, sett fløgur upp á pláss, svara telefonini og hjálpt Tutl at flyta. >>Í síðsta ár var eg hjá Poul Hansen heilsøluni á Tvøroyri, og har dámdi mær eisini væl, tað var minst líka stuttligt sum her. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Húðrøktin í Heilsu Mánadagin kl. 11 letur Heilsa upp nýggja viðgerðarstovu, har fólk kunnu fáa andlitsviðgerð av ymsum slag og kropsviðgerð við aromatiskum, bleytgerandi oljum Tað er Jana Mortensen, kosmetologur, sum er sett í starv í Heilsu, at veita ymsar tænastur, tá talan er um smyrsl, húsrøkt, og kropsviðgerð. Húðrøktin nýtir væl umtóktu Clarins vørurnar, sum eru gjørdar úr náttúruúrdráttum. Húðrøktin er opin hvønn dagfrá kl. 11 - 16, men um neyðugt er, kunnu fólk eiini fáa viðgerð aðrar tíðir, eitt nú um fólk skulu í veitslu, og vilja hava andlitssmyrsl o.s.fr.. Áhugaði kunnu venda sær til Húðrøktina, har møguleiki er at bíleggja sær tíð til viðgerð, á telf.14888. Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Fyrst í bað í 15 minuttir og síðani 45 minuttir í turkimaskinu Tað man verða ein løgin kensla at sita í einum baðikarið á torginum í SMS, ein fríggjadag seinnapart, og so í fullari >>mundering<<. Men so fært einar buksur, sum eru sum gjørdar til tín Tað var onkur, sum støkk inn á gólvið í SMS í gjár, sum helt at hann var gingin skeivt. Á einum palli á torginum, sat ein ungur maður í einum baðikarið; í klæðum. Men, tað var skil í galskapinum, hóast alt. Tað er handilin Deres, sum á henda hátt, bjóðar kundum sínum at fáa sínar heilt persónligu >>cowboy<<-buksur. Lars Müller sigur, at hetta tiltakið hevur verið kring alt Europa og skal til Íslands, tá liðugt er í Føroyum. Tað gongur soleiðis fyri seg, at tú letur teg í einar buksur, sum bæði eru ov síðar og ov víðar. Síðan setur tú teg í baðikari í eitt korter, og haðani í eina turkimaskinu í 45 minuttir. Tá hetta er gjørt hevur tú einar buksur, sum sita sum stoyptar uppi á tær. Tó so, tær nýtist ikki at gera hetta á torginum í SMS. Tú kanst eins væl gera tað heima. Men, far tá ikki í turkitrumluna. Hang buksurnar at turka, og brúka tær í eina viku uttan vask, so sita tær sum tær skulu. Undirtøkan til hetta forkunnugað tiltak, var stór í gjár, og hevur tú hug at royna tað, er møguleiki til tað í dag. Buksurnar eru uppá tilboð í sama sambandi Áki Bertholdsen Tað eru trý stórmál á skránni Aðalfundurin í dag verður rætiliga avgerðandi fyri teir 1300 limirnar í Starvsmannafelagnum Tá ið ársaðalfundurin í Starvsmannafelagnum verður settur í B-36 húsinum í klokkan 10 í morgun, vera álvarsmál á skránni. Gunnleivur Dalsgarð, formaður felagsins, sigur, at serliga trý stór mál eru til viðgerðar á aðalfundinum í dag. Tey eru ætlaninirnar at gera ein nýggjan pensjónsgrunn, bygnaðarbroytingar í Starvsmannafelagnum og at enda, ein nýggj og liðiligari lønarskipan. Kombinerað skipan Formaðurin sigur, at táið lønarniðurskurðurin var fyri, valdu limirnir í Starvsmannafelagnum heldur at offra eftirlønina fyri at sleppa undan at fara beinleiðis niður í løn. Men nú í eina tíð hevur nevndin arbeitt við at gera eina nýggja eftirlønar- og tryggingarskipan. Formaðurin sigur, at aðalfundurin tekur vónandi støðu til, hvussu tryggingin skal verða. Annars hevur Starvsmannafelagið eina samlagstrygging, sum betalir út við deyða og avlamni. Ætlanin er nú at fáa eina eftirlønarskipan uppií, so at talan verður um eina kombineraða skipan av onkrum slag. Bygnaðarbroytingar Bygnaðarbroytingar er eitt tað mest brúkta, nýføroyska orðið, og Starvsmannafelagið sleppur heldur ikki undan bygnaðarbroytingum. Og á aðalfundinum í dag er ætlanin at seta hol á eitt orðaskifti um, hvussu bygnaðurin í Starvsmannafelagnum kann styrkjast. ­ Tað er ikki tí, at tað feilar bygnaðinum, sum nú er, nakað. Men tað skulu tillagingar til. Og høvuðstankin hjá formanninum er, at felagið skal hava eina sterka álitismannaskipan, sum fer at føra til, at avgerðarrætturin hjá teimum ymsu fakbólkunum verður meiri spjaddur. Formaðurin ætlar, at verða komin heilt væl áleiðis við bygnaðarbroytingunum til komandi aðalfund Liðiligari lønarskipan Starvsmannafelagið ætlar eisini gana á odda at fáa eina nýggja lønarskipan. Sum er, hava vit 30-40 ymsar skipanir, sum allar eru líka stirvnar, og sum læsa okkum fastar í eitt ávíst mynstur alt arbeiðslívið. ­Vit er samd við landsstýrið um, at vit skulu royna at finna eina nýggja, liðiligari lønarskipan. Hetta verður eitt arbeiði, sum kemur at ganga í tveimum. ­ Vit fara at arbeiða við eini skipan, vit kundu hugsa okkum, samstundis sum ein arbeiðsbólkur situr, við umboðum fyri okkum, og landsstýrið, og arbeiðir við málinum. Tað arbeiðið skal verða liðugt 1. apríl. Endamálið er at gera eina liðiligari lønarskipan, sum tekur størri hædd fyri útbúgvingunum og øðrum viðurskiftum hjá fólki. Men formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at talan er ikki um at seta avriksløn í verk, eftir uppskotinum, sum landsstýrið legði fram herfyri. Bara eitt valevni Annars er Gunnleivur Dalsgarð einsmalt formansvalevni, men kortini skal val verða, tí hann skal hava meirilutan av møttu atkvøðunum, annars skipar nevndin seg sjálv. Annars standa Leif Olsen og Heini Joensen. Fyrrnevndi hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur. Hinir nevndarlimirnir í Starvsmannafelagnum eru John Kjær, sum er næstformaður og Marin Katrina Frýdal. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Seinasta útkall hjá fleiri liðum Hondbóltur: Hóast fleiri dystir eru eftir at spæla, er seinasta útkall hjá fleiri 1. deildarliðum hetta vikuskiftið Fimm dystir verða í 1. deild hjá kvinnum og monnum hetta vikuskiftið, og bert í einum føri er talan um toppdyst. Tað er á Skála, har kvinnuliðini hjá StÍF og Neistanum hittast sunnudagin. Um StÍF vinnur henda dystin, eru tær so gott sum føroyameistarar. Neistin tapti móti Kyndli seinasta vikuskifti og misti tvey stig afturat í mun til StÍF, sum nú er fýra stig framman fyri næstu liðini. Hetta er sostatt síðsta útkall hjá neistakvinnum, um tær ætla sær at endurvinna meistaraheitið í ár. Kyndil fekk vónina aftur eftir sigurin á Neistanum í síðstu viku, men nú mugu tær fáa hjálp frá Neistanum, um tær vilja gera seg galdandi í toppinum. Samstundis krevst, at tær sjálvar vinna móti GÍ á Kambsdali sunnudagin, og tað kann gerast trupult í sjálvum sær. GÍ vann á VB seinasta vikuskifti og fekk luft í botninum, har Stjørnan nú liggur sera einsamøll. Longu í dag kemur VB á vitjan í Klaksvík, og um Stjørnan ætlar sær at halda fram í 1. deild, er ein sigur tað einasta, ið kann brúkast. VÍF framvegis ovast Hjá monnunum er VÍF framvegis klárt á odda, og fáur ivast í, at vestmenningar fáa tvey stig afturat í morgin, tá KÍF kemur á vitjan. Síðani teir vunnu á Neistanum í fyrsta umfari av endaspælinum hava kollfirðingar megnað at hildið nøsina framman fyri Neistan í botninum. Hvørki KÍF ella Neistin hava fingið nakað stig síðani tá, og í morgin skal Neistin spæla á útivølli móti StÍF. StÍF tapti tveir dystir á heimavølli og spældi sær av við FM-møguleikan, men teir hava so framvegis silvurmerkini at stríðast fyri. Og ein vanligan dag eiga strandingar eisini at vinna á Neistanum, sum hevur tapt allar sínar fimm dystir higartil í endaspælinum. Mikukvøldið spældu H71 og Kyndil í Havn, og tann dystin vann H71 tepurt 28-27. Tað sendi hoyvíkingar upp á 17 stig, bert eitt aftan fyri VÍF, men við einum dysti meira spældum. Um VÍF vinnur í morgin, verður støðan sostatt óbroytt: H71 skal vinna dystin, teir hava eftir móti VÍF, og vóna, at okkurt annað lið hjálpir teimum við eisini at taka stig frá vestmenningum. Eyðun Klakkstein emil@sosialurin.fo Skaði spennir bein fyri Jákup Mikkelsen Fótbóltur: Jákup Mikkelsen hevur seinastu dagarnar havt ein vøddaskaða Jákup Mikkelsen hevur seinastu 10 dagarnar hildið frí frá venjingini hjá Herfølge. Í venjingardysti móti FCK fyri smáum tveimum vikum síðani versnaði ein skaði í knænum so nógv, at neyðugt var við einum steðgi. - Eg havi fingið tað, sum tey kalla jumpers knee. Tað er tá stóri lærvøddin verður overvaður og knýtir seg undir knænum. Skaðin er helst komin av, at vit hava spælt á so ymiskum vøllum (grús, gras og graslíki), og eisini av, at eg verði nógv brúktur til at sparka bóltin fram á vøllin, greiðir Jákup frá. Í gjár fór Jákup undir at venja aftur, og sunnudagin fara hann og restin av Herfølge-liðnum á flog til Spania, har liðið skal brúka næstu vikuna til at spæla venjingardystir móti øðrum norðurlendskum liðum, sum fyrireika seg til heimligu kappingina í sólini í Suðureuropa. - Vit skulu spæla tríggjar dystir í næstu viku, og sjálvt um eg havi verið skaddur, og Kai Larsen tí hevur staðið í málinum, rokni eg við at sleppa at spæla onkran av dystinum. Áðrenn Jákup fekk skaðan var hann heilt greitt tann málverjin, sum Herfølge-venjarin Ole Mørch satsaði uppá, og tað skal vera løgið, um hann hevur broytt hugsan eftir 10 døgum. Eyðun Klakkstein emil@sosialurin.fo Todi: Kendist gott at spæla aftur Fótbóltur: Eftir drúgvan skaða er Todi Jónsson endiliga við at koma fyri seg aftur Todi Jónsson er aftur á vøllinum. Sunnudagin spældi hann ein hálvan tíma av dysti móti norska Strømsgodset í eini norðurlendskari kapping, sum verður spæld í Spania í hesum døgum. - Tað kendist sera gott aftur at spæla dyst. Tað hevur verið hart at komið ígjøgnum seinastu mánaðirnar, ikki minst tí óttin hevur verið har fyri, at eg kom ongantíð at spæla aftur, segði ein fegin Todi Jónsson eftir 2-1 sigurin hjá FC Keypmannahavn á Strømsgodset. Todi kom á vøllin tá tað manglaði ein hálvur tími av dystinum og støðan var 2-1, og ongantíð áður hevur klaksvíkingurin verið so fegin um at spæla seinasta hálva tíman av einum venjingardysti. Seinastu fimm mánaðirnar hevur Todi stríðst við skaða í lærkrikanum, og ikki fyrr enn hann fekk eina skurðviðgerð í München stutt fyri jól, gekk fram á aftur. Síðani tá hevur Todi vant í FCK, og sunnudagin varð hann mettur verða klárur til at fara í dyst aftur. - Eg merki framvegis til skurðin, men nú havi eg ikki pínu longur. Fyrsta málið hjá mær er at koma upp á støðið, eg var á áðrenn eg fekk skaðan, og so kann eg fara at hugsa um at vinna plássið í álopinum hjá FCK aftur. Undir venjingini týsdagin toygdi Todi ein vødda í lærinum, og tí var hann ikki við, tá FCK mikudagin vann 1-0 á Halmstad. Men tá FCK fríggjadagin fer at spæla hálvfinalu í norðurlendsku kappingini, verður Todi væntandi klárur aftur. Tho-To ódnarveðrið Kappingin er hørð í álopinum hjá FCK - harðari enn hon hevur verið. Í vetrarsteðginum keypti FCK gamla AGF-toppskjúttan Thomas Thorninger heim úr Italia, og frammanundan eru fleiri góðir álopsspælarar í felagnum, millum annað David Nielsen, Martin B. Larsen, Kenneth Jensen og Clemment Clifford. Men stóra Keypmannahavnarfelagið hevur fyrst og fremst brúk fyri spælarum, sum kunnu avrikað nakað undir trýsti í týdningarmiklum dystum, og tað hevur Todi ferð eftir ferð víst, at hann kann. Tí er tað ikki so løgið, at dreymaálopið hjá FCK-viðhaldsfólki er mannað við Thomas Thorninger og einum Toda Jónsson í toppformi, og partur av donsku pressuni leggur eisini upp til, at FCK í vár og í summar fer at stilla upp við einum Tho-To ódnarveðri í fremstu røð. Og so eru vónirnar fyri at syfta arvafíggindarnar í Brøndby av meistaraplássinum nógv betraðar sammett við støðuna undan vetrarsteðginum. Thomas Thorninger, David Nielsen og Todi Jónsson verða uttan iva teir, sum fara at stríðast um tey tvey álopsplássini á FCK-liðnum, og FCK hevur eisini ásannað, at teir hava ovmikið av álopsspælarum, og teir hava tí leigað ambitiøsu Fremad Amager ein av álopsspælarunum, Steffen K. Hansen, fram til 1. juli. FCK-venjarin Kent Karlsson hevur givið ábendingar um, at tað væl kann koma upp á tal, at FCK í onkrum dysti fer at stilla við trimum áleyparum, tí álopssinnaðu kreftirnar í felagnum eru so nógvar. Í venjingardystunum, sum FCK hevur spælt higartil, hevur eingin álopsspælari gjørt serliga vart við seg. Thomas Thorninger, Clemment Clifford og David Nielsen hava allir gjørt okkurt mál, men tað hava fyrst og fremst verið spælarar longur afturi á vøllinum, sum hava gjørt flestu málini. FCK hótti við at rýma heim Kappingin, sum FCK er við í í Spania í hesum døgum, er eitt óalment norðurlendskt meistaraskap fyri feløg. Tey bestu liðini úr Noreg, Danmark og Svøríki eru við í hesi kapping, og samanlagt luttaka 12 feløg. FCK skuldi í hálvfinaluni í gjár spæla móti AIK Stockholm, meðan hin hálvfinalan var millum norska Rosenborg og IFK Göteborg úr Svøríki. Kappingin í sólini í Spania hevur ikki gingið so væl, sum feløgini høvdu vónað, og støðið á venjingarvøllunum hevur serliga skapt stóra ónøgd. Saman við øðrum feløgum hótti FCK áðrenn kappingin byrjaði seinasta leygardag við at rýma heim, tí tað var ikki ómakin vert at venja á so vánaligum vøllum, sum vóru til taks í Marbella-umráðnum. FCK hevur skift gistingarhús tríggjar ferðir í fýra dagar, og eisini Brøndby hevur gjørt greitt, at teir verða ikki við í kappingini næsta ár, verða umstøðurnar ikki nógv betri. Tað er eitt samstarv millum fótbóltssambondini í Svøríki, Noreg og Danmark, sum skipar fyri árligu kappingini í Spania, men UFA, sum umsitir sjónvarpsrættindini, er fíggjarliga trygdin fyri kappingini. Emil L. Jacobsen emil@sosialurin.fo Jan Allan Müller vísti máltev í Spania Fótbóltur: Jan Allan Müller gjørdi tvey av teimum trimum føroysku málunum í seinasta venjingardystinum í Spania. Sostatt gjørdi hann fýra mál í trimum dystum Føroyska fótbóltslandsliðið fekk ongan sigur heim við sær aftur av venjingarleguni í spanska býnum Cadiz, men úrslitið í seinasta dystinum var betri enn úr teimum báðum undanfarnu. Hósdagin spældi Føroyar móti spanska liðnum San Fernando, og dysturin endaði við javnleiki 3-3. San Fernando er næstfremst í sponsku 3. deild og hevur tryggjað sær uppflyting til 2. deild. Felagið hevur eitt snøgt stadion, har pláss er til 20.000 áskoðarar. Seinastu vikurnar hevur San Fernando spælt fleiri venjingardystir og hevur m.a. vunnið 2-0 á Lodz úr Póllandi og 3-2 á týska bundesligaliðnum Werder Bremen. Føroyingar stillaðu upp við Jens Martin Knudsen í málinum. Á aftasta plássi var Arnbjørn Danielsen, og framman fyri hann í verjuni spældu Hans Fróði Hansen og Jens Kristian Hansen. Allan Mørkøre røkti plássið úti í høgru síðu, meðan Øssur Hansen spældi úti í vinstra borði. Mitt á miðjuni vóru teir báðir GÍ-ararnir Magni Jarnskor og Sámal Joensen, og eitt sindur framman fyri teir sum offensivur miðvallari spældi Símun Eliasen. Føroyska álopið mannaðu John Petersen og Jan Allan Müller. Og tað skuldi enn eina ferð vera Jan Allan Müller, sum gjørdi vart við seg í føroyska álopinum. Hann fekk tvey mál og gjørdi sostatt fýra mál í teimum trimum venjingardystunum, føroyingar spældu í Cadiz. Triðja føroyska málið gjørdi Allan Mørkøre. Spanska liðið spældi skjótan og tekniskan fótbólt, men komu kortini ikki til teir stóru málmøguleikarnar. Men uttan at hava spælt seg til nakran veruligan málmøguleika vóru spaniólar á odda 2-0, longu tá 25 minuttir vóru spældir. Tað fyrsta málið kom longu í 11. minutti. Men føroyingar svaraðu skjótt aftur. Í 36. minutti spæla Allan Mørkøre og Sámal Joensen seg ígjøgnum í høgru síðu. Sámal sendir bóltin innfyri til Símun Eliasen, sum skallar á tvørstongina. Bólturin kemur út aftur í málteigin, har Jan Allan Müller er fyrstur at seta høvdið undir hann, og so er 1-2. Stutt áðrenn tað hevði Magni Jarnskor eitt skot á stongina, og Jan Allan Müller sendi returin beint á málmannin. Allan Mørkøre til 2-2 Í hálvleikssteðginum kemur Bartal Eliasen inn fyri Hans Fróða Hansen, og Jens Erik Rasmussen avloysir Símun Eliasen. Tá ein hálvur tími er eftir, verða Sámal Joensen og Magni Jarnskor tiknir út, og inn koma Djóni N. Joensen og Henning Jarnskor. Sjey minuttir seinni roynir Allan Mørkøre seg við skoti frá brotsteigarmarkinum, og bólturin endar í netinum til 2-2. Í 70. minutti avloysir Heðin á Lakjuni John Petersen í álopinum. Í 79. minutti eru okkara aftur ósketnir og ikki nóg skjótir aftur úr álopi. Manuel Merine endar eitt spanskt kontraálop við at leggja San Fernando á odda 3-2. Men Jan Allan Müller var ikki liðugur enn. Tá 89 minuttir eru spældir av dystinum, fáa Allan Mørkøre og Henning Jarnskor í felag bóltin innfyri úr høgru síðu, og vágbingurin í Esbjerg kann javna til endaliga úrslitið 3-3. Eftir spælinum var javnleikur eitt rættvíst úrslit. Føroyska liðið hevði fleiri góðar møguleikar. Fyrst var Heðin á Lakjuni ígjøgnum, men skeyt uppum, og seinni hevði Jan Allan Müller eisini eina roynd, sum fór við síðuna av. Sostatt spældi landsliðið tríggjar venjingardystir, har av tveir vórðu taptir og ein endaði við javnleiki. Men hartil skal sigast, at hetta ikki er besta fótbóltstíð í Føroyum, og at Jan Allan Müller var einasti fótbóltsútiseti, sum var við á venjingarleguni. Landsliðið kemur heim aftur í dag. Tær hava verið sjúkrasystrar í 25 ár Tað eru nú liðin 25 ár síðani, at hesar fittu, ungu genturnar vóru klaktar sjúkrasystrar. Útbúgvingin byrjaði 4. august 1969 á háskúlanum, og vóru vit 18 í tali, tá vit byrjaðu og 14 í tali, tá vit vórðu útlærdar Sjúkrasystrarnar, sum vóru lidnar í 1973 Sjúkrasystrarnar, sum tóku prógv á Sjúkrasystraskúla Føroya í 1973: Aftast frá vinstru: Elsupa (Petersen) Hansen Sólgerð (Jacobsen) Mortensen (deyð 1996), Esmi (Jacobsen) Olsen, Sólvá Patursson (lærari), Poula Poulsen (lærari), Esther Thomsen (lærari), Rutt (Poulsen) Mikkelsen, Kristianna (Olsen) Michelsen, Jóngerð (Joensen) Poulsen, Maria (Andreassen) Andersen. Fremst frá vinstru: Poulina Jacobsen (deyð 1993), Anna (Joensen) Jacobsen, Anna Maria (Jacobsen) Sørensen, Kirstin (Jacobsen) Jensen, Marita (Mohr) á Ryggi, Hildur (Bendtsen) við Høgadalsá, Ása (Jørgensen) Poulsen Nógv og góð eru minnini frá forskúlatíðini, tá vit, ungar og fullar av dreymum um lívið frammanfyri, gleddu okkum til at nema kunnleika til hetta yrki, sum vit høvdu valt. Spennandi varð, tá vit skuldu møta á deildunum, íklæddar stríputum (blátt/hvítt) bummulsbúnum við flipp og sloyfu, fyriklæð og kappa. Har lærdu vit tað praktiska arbeiði í sjúkrarøktini, og at hava umsorgan fyri sjúklingunum, sum vit bert høvdu lisið um, men nú skuldi læra at røkta. Vit lærdu >>teori og praksis<< - hond í hond saman við ábyrgd. Vit vóru teir fyrstu næmingarnir, sum í 1970 fluttu inn á B75 at búgva. Køkurin varð hjartað, har vit terpaðu saman, tað verði seg medisin, kirurgi, infektiónspatalogi ella aðrar lærugreinar. Teir seinastu átta mánaðirnar gekk leiðin til Danmarkar, har vit tóku psykiatri á Nykøbing Sjælland, barnasjúkur og oyra/nøs og háls á Sundby Hospital. Síðani komu vit heimaftur og tóku tað endaliga prógvið. Alt hetta sjóvaði okkum saman, og hava vit nógvar glaðar og ógloymandi løtur saman, sum nú eru dýrabar minni, vit goyma í huganum. Tað er við sorgblídni, vit hyggja at myndini. Allar so ymiskar av lyndi og lagnurnar so ymiskar. Allar upplivað lívið við tí viðráki og mótrákið, sum tað nú einaferð hevur at bjóða. Tvær eru tíverri ikki millum okkum meira, og minnast vit tær við sakni. Tað at kenna tykkum hevur gjørt mítt lív so nógv ríkari. Við hesum vil eg ynskja okkum tillukku við degnum og takka fyri alt Heilsan Maria Sveinur Poulsen sveinur@sosialurin.fo Sjálvstýrisflokkurin liðugur Sjálvsstýrisflokkurin er liðugur við uppstillingina til fólkatingsvalið. Flokkurin stillar trý fólk upp So er Sjálvstýrisflokkurin liðugur við sína uppstilling. Bert trý valevni eru á listanum, og tey eru øll kend frammanundan. Fyri Sámal Petur í Grund, má hetta metast sum ein álitisváttan frá flokkinum, nú hann er stillaður upp til fólkatingsvalið. Listin sær soleiðis út: Helena Dam á Neystabø, løgtingskvinna, Tórshavn Sámal Petur í Grund, fyrrverandi landsstýrismaður, Søldarfjørður Álvur Zachariasen, løgingsmaður, Klaksvík Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Tekur fyrivarni í óskrivaðum reglum Hóast Danske Bank hósdagin gekk við til at leingja fyrningarfreistina í bankamálinum, nýta teir fyrningarlógina frá 1908 sum útgangsstøði. Har er ein óskrivað regla galdandi, sum sigur, at mótparturin í hesum máli átti at gjørt vart við seg beinanvegin Hósdagin hevði Den Danske Bank ársaðalfund. Umframt at roknskapurin og úrslitið var sera gott, so var eisini avgjørt, at ganga við til at útseta fyrningarfreistina viðvíkjandi bankamálinum. Samstundis ger stovnurin vart við, at hóast teir ganga við til hetta, so meta teir at málið er fyrnað fyri langari tíð síðan. Løgfrøðiliga freistin er 5. mars í fyrsta lagi, tá avtalan um partabrævabýtið var gjørd, og 22. mars, sum er dagurin tá málið var endaliga avgreitt.. Óskrivaða reglan í fyrningarlógini er, at partarnir skulu gera vart við seg beinanvegin. Tey krøv, sum møguliga vóru, átti Fíggingargrunnurin, sum skipaði fyri partabrævaumbýtinum, at gjørt vart við beinanvegin. Tá grunnurin ikki mótmælti beint aftaná partabrævaumbýtið, heldur Den Danske Bank, at málið var fyrnað fyri langari tíð síðan, og tí eisini áðrenn Grønborg-frágreiðingin kom. Hetta er eitt løgfrøðiligt útspæl, sum kann fáa týdning, um málið endar í rættinum, sigur ein løgfrøðingur við Sosialin. Tað merkir, at hóast bankin gongur við til at útseta freistina, tekur hann samstundis fyrivarni við at siga, at freistin er farin, áðrenn teir geva hesa tilsøgn. Finnur Helmsdal Treytin er tjóðveldi Finnur Helmsdal valevni Tjóðveldisfloksins til fólkatingið: Eiga vit ikki okkara land, eiga vit heldur ikki rættin til tað, sum er í undirgrundini. Sjálvstýri er einasti møguleiki fyri, at vit við fullari vissu kunnu siga, at vit eiga fullan rætt til oljuna Tað er soleiðis løgfrøðisliga sæð, at eingin kann siga seg eiga rættin til nakað uttan so at viðkomandi eigur tað. Og tí er tað soleiðis løgfrøðisliga sæð, at heimildin, Poul Schlüter gav Atla Dam til undirgrundina, ikki gevur okkum føroyingum minsta ognarætt til undirgrundina. Og harvið heldur ongan ognarrætt til oljuna í undirgrundini. Um vit skulu ognast fullan rætt til undirgrundina og tey ráevni, sum helst liggja har, so er loysnin bert ein, og tað er føroyskt tjóðveldi. Áðrenn oljan fer at renna. Tí eftir at oljuævintýrið er vorið veruleiki, verða møguleikarnir fyri at fáa fullan vinning av oljuni sera smáir. Tann dagin oljan rennur, fara danir sjálvsagt at krevja sín rætt, og rættur teirra er í dag tann, at tað eru teir sum - alt annað líka - eiga rættin til undirgrund okkara og ráevnini við. Føroyingar og Føroyar kunnu einki og megna einki í hesum máli, soleingi vit eru tann parturin av danska ríkinum, sum heimastýrislógin ger okkum til. Tí sambært heimastýrislógini eru og blíva vit ikki annað enn eitt amt við teimum rættindum, sum eitt amt gevur. Hetta skrivaði Alf Ross í 1948, hetta segði amtskvinna okkara, Vibeke Larsen, herfyri. Tíbetur er skarin av ivandi føroyingum við atliti at føroyskum tjóðveldi minkandi, men enn eru tó nógv, sum ikki eru sannførd. Hesi eru tíverri løtt hjá Ellefsen/Samuelsen klanini at ræða við teirra pátikna svarta afturhaldi. Tí vóni eg, at hetta skriv og annars nógva tosið og skrivingin, seinastu tíðina um tað sjálvsagda í føroyska tjóðveldinum, eisini fer at ávirka tey ivandi. Eg havi hug at vísa teimum ivandi á, at svarta tosið hjá klanini Ellefsen/Samuelsen (sum eisini løgmaður hevur konverterað til) als ikki hevur til endamáls at tæna føroysku tjóðini. Teirra svarta afturhald hevur bert eitt endamál, nevniliga at verja vunnin persónlig rættin og ágóða hjá ávísum. Er tað nakar, sum elvir til stríð, sum útihýsir og sum kennir seg hevjað yvir øðrum, so er tað áðurnevnda klan. Føroyingar - ivist ikki longur. Tað er hvørki blokkurin ella annað, sum danir reypa sær av at hjálpa okkum við, sum er nøglan í føroyska bátinum. Nøglan í føroyska bátinum er vit sjálvi, okkara sál, okkara áræði, okkara hegni og arbeiðshugur. Og ábyrgdarkenslan fer at gera, at hesir eginleikar gerast sjálvsagdir, og ábyrgdarkenslan fer at gera, at vit fara at vanvirða pátikna svarta afturhaldið hjá Ellefsen/Samuelsen, sum bæði niðurger og háðar føroyingin. Føroyingar, vit fara at klára eitthvørt sker á leiðini við røttu eginleikunum, ábyrgdarkenslu og nýhugsan. Ikki minst innan vinnulívið. Men allar fyrsta stig á leiðini er føroyskt tjóðveldi. Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo Bankamálið ov fløkjasligt at fara í rættin við ­ Tað er tí at fegnast um, at Den Danske Bank nú gongur við til at leingja fyrningarfreistina, so vit fáa ein møguleika at royna samráðingarloysnina, sigur formaðurin Tað er einki ivamál hjá Knud Sørensen, forstjóra í Danska Bank og Knud Heinesen, formanni í Fíggingargrunnurin, hvør eigur at hava leiklutin í samráðingunum um bankamálið. Tað er avgjørt Danske Bank móti Fíggingargrunninum. Trupulleikin er bert, at Landsstýrið hevur frábiðið sær, at formaðurin í Fíggingargrunninum, leggur seg út í málið. Knud Heinesen sigur í viðmerking til hetta, at hóast Fíggingargrunnurin er beinleiðis mótpartur hjá Danske Bank, so hava stjórnin og Landsstýrið tikið sær høvuðsleiklutin. Bíðar eftir svari ­ Fíggingargrunnurin fer tí at bíða eftir, hvat Landsstýrið og stjórnin ætla sær at gera, sigur Knud Heinesen. ­ Verður talan um sjálvt partabrævaumbýtið, so er tað bert grunnurin, sum kann vera mótparturin, av tí at vit sótu hinumegin borðið, tá partabrævaumbýtið fór fram. Um so verður, so vil grunnurin sjálvandi taka stig til at tosa við Den Danske Bank, sigur Knud Heinesen. Eftir at Grønborg-frágreiðingin kom fram, setti formaðurin í Fíggingargrunninum seg í samband við Landsstýrið, fyri at gera eina meting av málinum, men Edmund Joensen, løgmaður, svaraði, at Landsstýrið ikki var áhugað í at Knud Heinesen skuldi gera nakað, áðrenn Landsstýrið hevði úttalað seg um spurningin. ­ Eftir sum grunnurin er beinleiðis mótpartur í málinum við Danske Bank. Fert tú nú at seta teg í samband við Landsstýrið? ­ Nei, tað fari eg ikki. Landsstýrið hevur greitt sagt okkum, at grunnurin skal einki gera við málið. Hann skal bert gera sína skyldu, og harvið verður tað, sigur formaðurin. ­ Heldur tú at málið endar í rættinum kortini? ­ Tað verður, íð hvussu so er, ikki áðrenn 1. apríl. Vónandi fáa vit eina avtalu um samráðingar í lag við Danske Bank. Hetta málið er so fjøkjasligt, at tað ikki er hóskiligt at fara í rættin við, sigur Knud Heinsen. Danske Bank gevur stjórnini ein mánað Knud Sørensen, forstjóri í Den Danske Bank sigur, at teir gingu við til at leingja fyrningarfreistina til seinast í apríl mánað, fyri at geva donsku stjórnini stundir at fáa valið í Danmark avgreitt. ­ Nú bíða vit bert eftir at fáa svar frá Fíggingargrunninum, sigur Knud Sørensen. Hann váttar at tilboðið um endurgjald stendur við, og at tað verður í upphædd eftir tí, sum Grønborg-frágreiðingin vísti til. Um talan er um 100 ella 200 mió. krónur, vil hann ikki siga, men heldur, at upphæddin ikki er nakar trupulleiki. Um tað er neyðugt við meira enn 200 mió. krónum, so er tað eisini í lagi. ­ Tað er fyri so vítt ikki tað, vit skulu tosa meir um. Nú áttu vit og Fíggingargrunnurin at sett okkum niður at tosa um, hvat er skilabest at gera, sigur Knud Sørensen. Knud S. og Knud H. Spurdur, hvør skal taka stig til at fáa partarnar at tosa saman, sigur Knud Sørensen, at tað eigur Knud Heinesen at svara. Tá blaðið fór til prentingar, segði formaðurin í Fíggingargrunninum, at als einki meir var hent í málinum. Í Tinganesi var heldur einki at frætta, tí har var landsstýrisfundur allan dagin. Atli P. Dam Sambandið rotar Ríkisfelagsskapin Nú koma teir kropp á kroppi og rópa seg uppá leiklutin sum seinasta verja av ríkisfelagsskapinum, tí teir skulu forða fyri broytingum í Heimastýrislógini - hesi lóg, sum teir als ikki vildu vita av í fýratiárunum Sannleikin er, at sambandsflokkurin ongantíð tók hesa skipan til sín sum sítt egna barn, men gjørdist ein vánalig stjúkmamma, sum gav hesi stjúkdóttir eina stjúkmóðurliga viðferð í orðsins ringu merking. Tí er tað nokk so argandi, tá sambandsflokkurin í stevnuskrá síni reypar av rithøvundaleikluti sínum í heimastýrisverkinum. Sannleikin er ein annar. Sambandið helt, at slátrið var vunnið við stjórnartilboðnum - sum var úrslit av skammiligari føroyskari ósemju, tørvandi mótspæli og sambandskari noktan fyri at flyta seg longur fram. Føroyingar skuldu ræðast til at góðtaka stjórnaruppskotið. Men vaknaðu við kaldan dreym. Í 1946 lótu sambandsmenn seg draga eftir hárinum til at ættleiða eina dóttir, teir aldri gjørdu til sína. Góða mamman gevur barni sínum gott í beinini, letur tað mennast, trívast og vaksa, so tað tilkomið kann taka nýggj tøk, tað ikki megnaði áður, meðan vánaliga stjúkmamman misrøkir skyldur sínar og forðar fyri, at tær broytingar henda, sum náttúrliga eru á eini lívsleið. Forstokkaða og stupida støða sambandsfloksins í 1962 sleit sokallaðu heimastýrissamgonguna og slóðaði fyri tí, rópt bleiv sjálvstýrislandsstýrið - hóast tað ikki royndist so í verki. Men í tali var hesin meirluti veruleiki, og hevði hann parlamentariskan rætt at skipa seg í samgongu. Sambandsmenn høvdu einki lært, tá sama støða kom í aftur í 1974. Men tá var eisini ein politiskur gorlakkur komin á pallin, og hann kravdi at javnaðarflokkurin skuldi lata samráðingarleiðsluna til sjálvstýrisflokkarnar so teir kundu sleppa at gera sær fyri skommum við at sýna, at teir ikki megnaðu at skapa eitt >>alternativ<< til samgonguna sum hevði sitið 1970-74, so harra Edmund Joensen, sambandsflokkurin setti seg við vilja uttanfyri. Sama gjørdi hann í 1984 og 1990 hóast eg í langa tíð eftir hvørt av teimum valunum hevði samband við nógvar dugandi sambandsmenn, sum væl dugdu at skilja, at tað var neyðugt at teir sokallaðu >>heimastýrisflokkarnir<< framdu nakrar broytingar á sjálvstýrisleið, so sum veljaraviljin hevði kravt at slíkt skuldi henda var jú fortreytin í 1948. Ístaðin eydnaðist gorlakkinum - sum dugdi líka illa at telja sum grannskoðararnir í Føroya Banka - at billa fólki inn, at vit allar dagar kundu sita upp afturá og taka ímóti >>refusión<< frá danska statinum, hóast øll restin av ríkinum var farin yvir til blokktilskotsskipan. Men sum grannskoðararnir í Føroya Banka bert kundu fjala støðuna í stutta tíð, men leingi nokk til at bankin kundi ræna 1,5 milliard - varnast fleiri og fleiri sambandsfólk at skammiliga støðan, sum tvíhildið verður um, har eingin føroysk semja fæst um broytingar, sum vit kunnu spæla út mótvegis dønum, ger at ríkisfelagsskapurin fer í rot. Tá hjálpir lítið, at Edmund J., Jóhannes M., Jákup Joensen, Bjørn á Heygum og fleiri sita og gorra tað, sum fremsti búktalarin, føroyingar hava átt leggur teim í munn. So talaði sambandsmaðurin Finnbogi Arge og ikki Zaratustra. Tjóðveldisflokkurin stillar upp 10 valevni Hesi eru valevni Tjóðveldisfloksins til fólkatingsvalið 11. mars Jógvan Durhuus, løgtingsmaður, Vestmanna Jóhannes Eliasen, evnafrøðingur, Leirvík Annita á Fríðriksmørk, lærari, Strendur Heini O. Heinesen, løgtingsmaður, Kunoy Finnur Helmsdal, sosialráðgevi, Tórshavn Bjarki Henriksen, stýrimaður, Sandur Hergeir Nielsen, lærari, Vágur Finnbogi Ísakson, løgtingsmaður, Tórshavn Torbjørn Jacobsen, skipari, Glyvrar Hildur Patursson, barnagarðslærari, Tórshavn Dagny Joensen dagny@sosialurin.fo ­ Gud er maðurin í mínum lívi Nógv halda, at tað er at nokta sær alt, tá nunnur velja at liva í kleysti alla ævi sína. Tað er systir Maria dømi um, ikki er veruleiki. Lív hennara fekk meining, tá hon at enda tók við kallinum, hóast nógvar royndir vóru gjørdar, áðrenn hon kom so langt Tað sigur 35 ára gamla Maria Forrestal, úr Írlandi, sum kom til Kerit kleystrið í Havn fyri sjey árum síðan. Tá var hon 28 ára gomul, og hevði halgað sítt lív til Franciskanarsystrarnar, altjóða nunnufelagsskapin, ið er virkin um allan heim. Systir Maria varð biðin um at fara til Føroyar, og hóast hon ikki hevði hoyrt so nógv um hetta landið, so kendi hon seg heima her beinanvegin. Hon var 21 ára gomul,tá hon setti sær fyri at fara í kleystur. Tað fyrsta árið gekk hon í vanligum klæðum, fekk løn fyri arbeiðið o.s.fr.. Síðani fór hon undir tvey ára útbúgving, sum fyrireiking til kleysturlívið og at virka sum nunna. Aftaná seks ár, gav hon sítt endaliga nunnulyftið, sum er galdandi fyri lívið. ­ Tað er besta avgerð eg havi tikið í lívinum. Fyri mær er lívið her ógvuliga fruktagott, tí alt broyttist til tað besta, eftir at eg hevði tikið hesa avgerð, sigur systir Maria. Nunnurnar í Havn hava fyri fáum árum síðan fingið nýtt kleystur. Har er ógvuliga hugnaligt, og kann sammetast við eitt familjuheim, tó at tað er størri í vavi enn vanlig er. Tá vit koma at vitja, koma einar fýra nunnur at heilsa uppá. Tær eru prátingarsamar og fyrikomandi. Sjey nunnur eru nú eftir í Føroyum. Maria er yngst og tann elsta er 87 ára gomul. Hevði vanligar ungdómsdagar Systir Maria hevur, áðrenn hon fór í kleystur, livað eitt vanligt og virkið ungdómslív. Hon er fødd og uppald í Wexford í Írlandi, í einum lítlum býi, har eini 1000 fólk búgva. Hon er elst av átta systkjum. Yngsti beiggi hennara er í dag 16 ára gamal. Pápin er el-innleggjari og handilsmaður og mamman er útbúgvin sjúkrasystir, men hevur altíð verið heima. Hemið var tó merkt av at mamman var sjúkrasystir, tí bygdafólkini komu ofta komu til hennara, um trupulleikar og sjúkur vóru í millum fólk. Foreldrini vóru trúgvandi fólk, gingu í kirkju og uppaldi børnini í kristu siðarlæruni. Maria heldur ikki, at tað var nakað í hennara barnaárum, sum kundi bent á, at hon sum tilkomin fór í kleystur, Bert veit hon, at tað er gjøgnum mammuna, at hon fekk sína trúgv. ­ Mamma segði mær frá Jesusi, og eg var so hugtikin av, at hann bað øll børn koma til sín, ístaðin fyri senda okkum burtur, sum tey tilkomnu ofta gjørdu, sigur systir Maria Hugtikin av Bíbliuni ­ Tá eg sum 11 ára gomul fekk mína fyrstu Bíbliu, sum hugtók hon meg nógv. Eg hugsi, at tá kom tankin til mín á fyrsta sinni, at eg skuldi vera nunna, sigur Maria. Í Írlandi eru nógvar nunnur og prestar, so hetta var ikki ókent fyribrigdi fyri systir Mariu. Hesin tankin ella kallið kom aftur og aftur øll ungdómsárini, men hon skúgvaði hann til viks. Systir Maria fekk trý ára útbúgving sum arkitekta-teknikari, og fekk starv á eini arkitektastovu, har hon var í eitt ár, til endaliga støðan varð gjørd upp, og hon fór í kleystur. Í skúlatíðini hevði hon nógvar vinir og var virkin í felagslívinum. Maria eins og onnur ungfólk dámdi væl at vera í veitslulag. ­ Vit vóru fýra gentir og 21 dreingir í skúlaflokkinum, og vit vóru ógvuliga góðir vinir,. Eg havi eisini havt onkran vin, sum eg var góð við, sigur systir Maria brosandi. Saknaði innihald í lívinum ­ Hóast vit stuttleikaðu okkum sum ungdómar flest, so var tað eins og saknaði eg innihald í lívinum. - Hví valdi tú at fara í kleystur? ­ Eg havi ofta hugsað um hetta seinni. Tá eg var ung, var nokk so vill og gjørdi nógv um meg. Einki var óført, og eg var altíð tann sum tordi best o.s.fr. ­ Í dag dugi eg at síggja, at mín verumáti var ein maska, sum eg krógvaði meg aftan fyri. Tá eg brádliga tók avgerð um at fara í kleystur, stúrdu foreldur, systkin og vinir fyri, at eg hevði gjørt ov skjótt av. ­ Tað hevði eg ikki, men eingin visti, at eg hevði kannað møguleikarnar at fara í kleystur í nærum seks ár, áðrenn eg tók avgerðina. ­ Tað fyrsta mamma segði við meg var: - Júmen Maria, hvussu kanst tú fara í kleystur, tú, sum dámar so væl at dansa? Eitt vikuskifti broytti lívið hjá Mariu. Systir hennara skuldi fara á eina kristiliga ungdómsstevnu, og hon bað Mariu koma við sær. ­ Eg hugsaði, at eg fyri stuttleika skuldi fara við henni, uttan at gera mær meira far um tað, sigur Maria. ­ Hvørt kvøldið á ungdómsleguni endaði við andakt. Brádliga eitt kvøldið undir andaktini, merkti eg kallið aftur, og tá vendist ikki aftur. Tað var eins og bráðnaðu allir veggir, sum eg hevði girt meg aftan fyri.. Játtaði fyri Gudi at fara í Kleystur ­ Tá svaraði eg Gudi aftur, og segði, at eg skuldi fara í kleystur, bara Hann vildi geva mær frið. ­ Tá eg kom aftur til arbeiðis tann mánadagin, ringdi eg til eitt av kleystrum okkara í Dublin, sum eg hevði havt skrivtligt samband við í tvey ár. Tá fór eg at vitja á fyrsta sinni, og níggju mánaðir seinni fór eg í kleystur. Tað kom óvart á øll, tí eg hevði ikki sagt nøkrum frá, at eg hevði samband við kleystrið. Henda avgerðin var væl umhugsað, og tað havi eg ongantíð angrað, Systir Maria. At vera nunna er fyrst og fremst eitt kall. Trupulleikin hjá mær var, at eg ikki vildi vera nunna, tí eg helt tað vera negativt, men eg noyddist at royna tað kortini. Tá eg var 18 - 20 ára gomul, helst eg ikki, at endamálið við lívinum var at giftast og fáa børn. Eg hevði stóra familju og hevði ansað smáu systkjum mínum. Tað var eins og nóg mikið fyri meg. Sjálvt um eg var forelskað, so var Gud størri fyri meg, og tað gav mær ein frið, sum eg hevði ynskt mær. Hvussu er tað at liva í einsemi, og ikki at hava mann og børn. Saknar tú ongantíð tað? Nú eg havi livað sum nunna í nógv ár, eri farin frá familjuni og búgvi í útlandinum. ­ Jú, eg kenni meg eisini einsamalla við hvørt., men so havi eg systrarnar í kleystrinum at fara til. Vit eru sum ein familja, sum hevur góðar og tungar løtur,. Vit geva hvør aðrari avbjóðingar, og tað hevur broytt meg til at vera ein fríari persón enn var áður. Systir Maria hevur arbeitt í barnagarðinum hjá nunnunum í nógv ár, emn hon hevurfarloyvi í áre, av tí at hon hevur ryggtrupulleikar. Systrarnar í kelystrinum eru nú familjan hjá systir mariu, og viðvíkjandi ikki at hava børn: Tá havi eg børnini í Barnagarðinum, sum eg kann geva kærleika, og tað er eins gevandi og at hava síni egnu børn, sigur systir Maria. Hon dámar sera væl børn og heldur, at hon lærir so nógv um Gud gjøgnum børnini, tí tey eru so opin, og líta á tey tilkomnu. Tað er eisini ein gáva frá Gudi at arbeiða við børnum, sum tú fært ábyrgd fyri, sigur systir Maria. Sambandið til vinfólkini ­ At vera nunna er fyrst og fremst eitt kall. Trupulleikin hjá mær var, at eg ikki vildi vera nunna, tí eg helt tað vera negativt, men eg noyddist at royna tað kortini. ­Tá eg var um 18 - 20 ára gomul, helt eg ikki, at endamálið við lívinum var at giftast og fáa børn. Eg hevði stóra familju og hevði altíð ansað smáu systkjum mínum. Tað var eins og nóg mikið fyri meg. ­ Sjálvt um eg var forelskað, so var Gud størri fyri meg. Tað gav mær ein frið, sum eg hevði ynskt mær. Kennir seg einsamalla ­ Saknar tú ongantíð at hava mann og børn. Kennur tú teg ongantíð einsamøll Nú havi eg livað sum nunna í nógv ár. Eri farin frá familjuni og búgvi í útlandinum. ­ Jú, eg kenni meg eisini einsamalla við hvørt, men eg havi systrarnar í kleystrinum at fara til. Vit eru sum ein familja, ið hevur góðar og tungar løtur. Í slíkum løtum er okkara felagslív í djúpari bøn ein góð hjálp. Tað er sum í einum hjúnarlagi, har tú skal vera trúføst og gera sítt til at fáa tað at virka, sigur Maria. Hon hevur arbeitt í barnagarðinum hjá nunnunum til fyri stuttum, men hevur farloyvi í ár, av tí at hon hevur ryggtrupulleikar. Um spurningin at taka avgerð um ikki at fáa síni egnu børn, sigur Maria: ­ Eg havi børnini í Barnagarðinum, sum eg gevi mín kærleika, og tað er eins gevandi og at hava síni egnu børn, sigur systir Maria. Hon dámar sera væl børn og heldur, at hon lærir so nógv um Gud gjøgnum børnini, tí tey eru so opin, og líta á tey tilkomnu. Børnini gáva frá Gudi ­ Tað er eisini ein gáva frá Gudi at arbeiða við børnum, sum tú fært ábyrgd fyri, sigur systir Maria. Sambandið við vinfólkini frá ungdómsárunum hevur systir Maria varðveitt, og tann vinskapurin sum eru millum teirra, bæði vinkonur og vinmenn, er meira djúpur, enn á ungum døgum. ­ Jú, men vinskapur kann ivaleyst ikki setast í staðin náttúrligt samband millum kvinnu og mann? ­ Eg kann av royndum siga, at vinskapur, sum ikki er bundin av kynsligari samveru, kann vera djúpur. Her skulu vit eisini hava umsorgan og virðing fyri hvør øðrum.Tað er bert øðrvísi, tá tú byggir lívið á Jesus, tí tá setur tú Hann fremst í lívinum. ­ Tað er sum at vera forelskað, bert á ein anna hátt. Hóast tú altíð hugsar og kennir teg sum kvinnu, so er tað á henda hátt, eg havi valt at geva meg til lívið, sigur systir Maria. Tað er hetta lívið, sum Maria saman við hinum nunnunum í kleystrinum byggir sítt lív á. Tær koma úr fýra ymsum londum, men kortini hava tær so nógv felags. Tær biða saman og hjálpa hvør øðrum. Systir Maria sigur, at Gud livir ígjøgnum tær, og at lívið í kleystrinum er bygt á bøn og trúgv. Kundi ikki livað annað lív enn hetta ­ Eg havi havt upplivingar við Gudi, sum vísir seg at vera trúfastur og nærverandi. Tað er hetta ið eg vil lýsa, sum at vera forelskað í Gudi, og sum eins og hjúnarbond gerast inniligari og djúpari, sum tíðin gongur. Eg kundi ikki livað annað lív í dag, sigur systir Maria Systir Maria visti lítið um Føroyar, tá hon varð spurd, um hon vildi fara hendavegin. Eftir tí, sum systrarnar í Írlandi kundu siga henni um Føroyum, ímyndaði hon sær, at Føroyar vóru eitt tungt, kalt og avbyrgt land. Eg vildi kortini royna, tí tað var mín skylda at fara higar, sum nunnufelagsskapurin sendi meg. ­ Tað var eisini myrkt og kalt tá eg kom, men tá vit koyrdu eftir Oyggjarvegnum til Havnar, kendi eg meg heima beinanvegin. ­ Mær dámar náttúruna, føroysku mentanina og málið, og so tað, at føroyingar hava varðveitt so nógv av tí gamla. Eitt nú umsorganina fyri hvør øðrum, og so tað, øll hava so góðar stundir, eru so blíð og fyrikomandi, sigur hon. Tá nunnur koma til Føroya ella aðrastaðni úti í heimi, so er tað fyri at verða verandi. Trívast nunnurnar ikki, eitt nú tí tær ikki tola veðurlagið ella hava torført við at læra seg málið, so kunnu tær verða fluttar. ­ Vit mugu kortini hugsa soleiðis, at her skulu vit verða verandi, sigur Maria. Síðani hon kom til Føroya fyri sjey árum síðan, hevur hon arbeitt við sínum serliga projekti, sum hon kallar ^3Bøn og List3. Hon bleiv leiðari fyri bønardøgunum fyri fýra árum síðan. Hesir bønardagar eru tvær ferðir árliga. Nú hon ikki er í barnagarðinum, hevur hon hug at gera meir við tiltakið ^3Bøn og List3. ^3Bøn og List3 Systir Maria hevur altíð havt stóran áhuga fyri myndlist. Á ungum døgum sínum var hon bjóðað at fara á listaskúla, men hon svaraði tá, at henni dámdi so væl myndlist, at hon ikki vildi hava pening afturfyri. ­ Tá eg fór í kleystur, hugsaði eg nógv í myndum, og tí fór eg undir at tekna, fyri at fáa frið, sigur Maria. Tað var eins og kundi eg tekna allar kenslurnar úr mær. Eitt bál ella ein stormur var inni í mær, sum eg festi á tekningina. Síðan legði eg hana til viks. ­ Tá eg seinni hugdi at tekningini, sá eg eina sól aftan fyri skíggini. Hóast eg ikki visti av tí, hevði eg teknað sólina. Fyri meg var tað eitt tekin um, at tað var ljós fyri framman, sigur systir Maria. Hetta hjálpti henni so væl, at hon vildi geva tað víðari, til onnur. Maria sigur, at tað eru vanlig fólk sum koma til ^3Bøn og List3, eisini fólk, sum annars ikki ganga í kirkju. Fyri systir Mariu eru tekingarnar eitt bræv frá Gudi, og hon undirvísir í ^3Bøn og List3 fyri at fólk kunnu læra Gud betur at kenna, og hervið finna eina meining í lívinum. ­ Eingin sleppur undan lívinum. Um vit bara fáa tryggleika og eitt gott lív, so er tað einki haldgott grundarlag, um tú ikki hevur Gud við tær. ­ Tað merkir, at vit royna at renna frá pínuni í okkara lívi, men um vit standa still, hitta vit Gud, sigur systir Maria. Jan Müller Nýggj manning á fólkating Vinstravongurin í føroyskum politikki eiga sín sjálvsagda rætt til annað av umboðunum á fólkatingi UM góða viku verður fólkatingsval. Hóast hetta valið ikki hevur havt tann stóra áhugan millum føroyskar veljarar, so plagar uppmøtingin kortini at vera rímuliga høg, tó langt frá tí vit uppliva til eitt løgtingsval. Øll orsøk er til at rokna við, at tað verður øðrvísi hesaferð. Bankamálið, Heimastýrislógin hálvthundrað ár og alt tosið um stjórnmálanevnd og sjálvstýrislóg eru alt mál, sum náttúrliga fara at gera, at fleiri føroyingar enn nakrantíð áður fara á fólkatingsval. TAÐ er tí kanska ikki út av lagi at siga, at vit í veruleikanum skulu hava tvey sera týðandi val í næstum, har tað eina ikki er minni áhugavert og týdningarmikið enn hitt. Við fólkatingsvalinum eru vit rætt og slætt við at leggja botnin til løgtingsvalið. NETTUP av hesi orsøk er tað tí kanska meira týdningarmikið enn nakrantí, hvørji fólk vit velja á fólkating at umboða okkum øll. Tað er stórt spell og sera óheppið, at tað í dag eru tvey borgarlig og konservativ fólk, sum umboða alla ta føroysku tjóðina á fólkatingi. Sum útgangspunkt átti tað at verið so, at annað av hesum fólkunum umboðaði ta stóru fjøld av veljarum, sum ikki velur borgarligt ella konservativt. Ein kann siga, at sakliga sæð vildið tað verið rættast, at annar av fólkatingsmonnunum umboðaði høgravongin og hin vinstravongin. Veljararnir eiga tí sum minstamát at vraka annað av verandi umboðum. Nakað annað er so, at vit hava brúk fyri tveimum fólkum, sum kunnu umboða Føroyar á ein ikki bert greiðan og markantan hátt men samtíðis á sakligan og siðiligan hátt. Umboð sambandsfloksins hevur eftir okkara tykki ikki megnað at gera nóg nógv vart við føroysk viðurskifti og at bryggja brýr millum ríkispartarnar. Hitt umboðið hevur fullkomiliga misskilt sína uppgávu á fólkatingi. Óli Breckmann hevur øll hesi árini hann hevur sitið á fólkatingi havt eittans endamál, og tað er at reka sín egna egosentreraða og sera høgravenda politikk. Ístaðin fyri at byggja upp og betra samstarvsmøguleikar hevur hann brotið niður og skapt fíggingarmyndir. Tey, sum halda, at Óli Breckmann var ein góður talsmaður fyri okkum føroyingar undir bankamálinum, fara fullkomiliga skeiv. Endamál hansara var eina og aleina at skapa øsing. Hvussu kanst tú rokna við at fáa nakað skilagott burtur úr persóni, sum alla tíðina skapar sær fíggingarmyndir og longu frammanundan hevur avskrivað øll menniskju, sum ikki hugsa og tosa sum hann sjálvur! Óli Breckmann er føroyska svarið uppá Kirsten Jacobsen. Tosingarháttur hansara er so nið ursetandi og so mannminkandi, atvanligir danir, sum bara hava hoyrt Óla Breckmann tala søk Føroya, venda føroyingum bakið. NÚ skal ruddast upp eftir bankamálið og nú skal stingast út í kortið av nýggjum í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Men til tess at kunna tað er neyðugt, at Føroya fólk gevur Óla Breckmann durafjórðingin og tekur fólkatingssessin frá honum. Ístaðin eiga føroyingar at velja eitt umboð fyri vinstravongin í føroyskum politikki. Her eru tveir flokkar í at velja, annar er javnaðarflokkurin, hin er tjóðveldisflokkurin. Eftir okkara tykki eru bæði núverandi og fyrrverandi formenn javnaðarfloksins eitt gott boð uppá annan av fólkatingssessunum, nú flokkurin greitt hevur latið donsku stjórnina og danska javnaðarflokkin vita, at eitt javnaðarumboð á fólkatingi fer ikki at binda seg til nakran flokk men at virka fyri føroyskum áhugamálum umframt bøttum viðurskiftum millum ríkispartarnar. TOSA vit um realpolitikk og um at finna loysnir, sum meiriluti fæst fyri, so er eingin ivi um, at bæði til eitt fólkatingsval og til eitt løgtingsval er stevnumiðið hjá javnaðarflokkinum tað mest sannførandi. Latið okkum velja eitt umboð fyri vinstravongin á fólkating. Eitt gott val fyri henda vongin eigur eisini at ruddað slóð fyri eini nýggjari samanseting av komandi løgtingi. Eins og málið er at fáa umboð á fólkating eigur málið hjá vinstravonginum í føroyskum politikki at verða at forða fyri, at teir konservativu koma til aftur ræðið í Tinganesi eftir løgtingsvalið. Áki Bertholdsen Fekk fullan stuðul Nevndin í Havnar handverkarafelag fekk fullan stuðul á ársaðalfundi felagsins mikukvøldið. Tveir nevndarlimir, Harry Johannesen og Kaj Niclasen stóðu fyri vali og teir vóru at kalla einmælt afturvaldir. Somuleiðis tók aðalfundurin undir við teimum málum, nevndin legði fram. M.a. avgjørdi fundurin at flyta úr húsinum í Stoffalág, omanaftur í gamla húsið í Tróndargøtu 16, har í Sambandsflokkurin nú húsast. Nevndin heldur, at tað gamla húsið liggur betri fyri og at tað fer at verða lættari at savna limirnar í tí húsinum, heldur enn uppi í Stoffalág, sum er meiri avsíðis. Fundur um pensjónina Eitt annað stórmál, sum var fyri á aðalfundinum, var at stovna pensjónsgrunn, sum limirnir skulu hava afturat fólakpensjónini Nevndin í Havnar Handverkarafelag hevur arbeitt rættiliga hart fyri at limirnir skulu fáa ein pensjónsgrunn, so teir ikki bara skulu hava fólkapensjónina at líta á. Tað arbeiðið er nú við at koma undir land. Eyðfinn Petersen, formaður í Havnar Handverkarafelag, sigur at ætlanin er at hava eykaaðalfund um tríggjar vikur, har ið nevndin fer at leggja fram, hvørjir møguleikar eru. Og tá er ætlanin, at limirnir skulu taka støðu til, hvørja pensjón, teir vilja hava. Áki Bertholdsen Boðanes setir aftur sølumet Tað liggur væl fyri hjá Boðanesi við búrfiskinum. herfyri setti hann sølumet, tái hann avreiddi á Tvøroyri fyri 2,1 millión. Nú hevur hann so aftur sett met - og tað við lít. Tí í gjáramorgunin kom hann aftur á Tvøroyri við eiini búrfiskalast. Teir avreiða í løtuni, men veiðan verður mett til 240 tons. Og fyri tað fáa teir ikki minni enn 3,4 milliónir. Og tað er væl fiskað - uppá bara fýra dagar. Kiloprísurin er uppá góðar 14 krónur fyri kilo Boðasteinur hevur hesuferð verið heilt har suðuri við Azorurnar, men er komin alla ta longu leiðina til Føroyar at avreiða. Báturin er tómur í kvøld. Á Fiskavirking á Tvøroyri arbeiða tey eini 40 tons um dagin, so tað verðu ein vika at arbeiða lastina hjá Boðasteini undan. Búrfiskurin ávirkar ikki aðra framleiðslu hjá Fiskavirking á Tvøroyri, har tey afturat arbeiða báði svartkalva og kongafisk. Men tað merkir, at nógv fólk er til arbeiðis, eini 140 vera tey á virkinum ta komandi vikuna. Annars er meiri fiskur komin á land á Tvøroyri higartil í ár, afturímóti í fjør. Fyrsta ársfjórðingin í fjør arbeiddu tey bara 800 tons á virkinum á Tvøroyri, men higartil í ár hevur virkið longu tikið ímóti yvir 1.000 tonsum. Nýggj alibúr í Svínáum Alistøðin hjá Vestlax í Svínáum hevur fingið tvey nýggj stálannleggum, sum komin eru úr Noreg og løgd út í vikuni Svínáir: Í vikuni vóru tvey nýggj stálannlegg løgd í við alistøðina hjá Vestlaks beint norðan fyri Svínáir. Talan er um betring av arbeiðsumstøðunum heldur enn útbygging, sigur Frímund Hansen, stjóri í Vestlaks. Eitt norskt framaskip var á Eiði við útgerðini, sum varð flotað og sett saman inni í havnini á Eiði. Síðan sleipaði brunnbáturin Vestborg, sum Vestlaks eigur, útgerðina suður um Kross, har hon var løgd. Frímund Hansen sigur, at tveir stórir plastringar, sum framman undan lógu á økinum, vórðu tiknir burtur, nú hesi nýggju búrini komu. Talan er um tvey annleg á 24 ferðir 24 metrar, sum ætlað eru at hava smolt gangandi í. Smoltið kemur av smoltstøðini á Viðareiði og frá smoltstøðini Laksá í Oyndarfirði. Tað verður alt upp til eini 700 gram í Svínáum og fer síðan helst aftur í ringar á Fuglafirði og Oyndarfirði, sigur Frímund Hansen. Hendan nýggja íløgan kostar einar seks milliónir krónur, sigur stjórin. Hann sigur, at tað hava verið gjørdar stórar íløgur seinnu tíðina, men at tær hava verið neyðugar, og at pláss hevur verið fyri teimum, sum hann tekur til. Um marknaðarviðurskifti í løtuni sigur Frímund Hansen, stjóri á Vestlaks, at sílaprísurin sær út til at fara at lækka munandi. Í Japan vænta teir, at lækkingin fer at verða eini 20 prosent. Og tað er øgiliga nógv. Vestlaks hevur nakað væl av sílum, so rímiligt fer tað at merkjast á úrslitinum, sigur stjórin. Men hann sigur, at tað fer kortini ikki at gera, at teir fara at gevast at ala síl. Vit kunnu ikki stavnsbinda fólk Vit hava ikki longur lógarfest monopol, tí var kappingin á sjóvátryggingarøkinum væntandi, sigur Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar. Tað var sjálvandi væntandi, at nýggja tryggingarfelagið fer at leggja seg eftir at fáa fólk frá okkum. Tað kunnu vit ikki gera so nógv við - og vit kunna ikki stavnsbinda fólk. Hetta sigur Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, tá Sosialurin bað hann um eina viðmerking til, at Páll Kunoy, stjóri á sjóvátryggingardeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar er farin í starv sum deildarstjóri á sjóvátryggingardeildini hjá Trygd. Vit hava ikki longur lógarfest monopol - og tí eru vit eisini fyrireikaðir upp á kapping, sigur Gunnar í Liða. Hann heldur ikki, at tað er ein stórhending, at teir nú eisini fáa kapping á sjóvátryggingarøkinum. Vit hava havt eina ávísa kapping á hesum øki, um vit hugsa um tey altjóðaskrásettu skipini. Men tað er greitt, at nú verður kappingin størri, sigur hann. Men boðskapurin hjá okkum er tann sami: Eingin tryggingartakari skal fara frá okkum, tí at hann fær eina bíligari trygging aðrastaðni, sigur Gunnar í Liða, sum leggur afturat, at hetta eisini er galdandi, um teir verða noyddir at fara óforsvarliga langt niður í prísi. Men eisini hann lovar, at skilið ikki verður so ringt, sum við bilatryggingunum - og hann ætlar sær ikki út í eitt tílíkt prískríggj. Eg haldi, at báðir partar hava lært av biltryggingunum, sigur forstjórin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Um prísirnir nú eru komnir í fasta legu, ella um vit kunnu vænta fleiri hækkingar, veit hann ikki um at siga, tí hetta veldst um skaðaprosentið - sum nú er alt ov stórt,sigur Gunnar í Liða. Tryggur hann situr í sæti Í 40 ár hevur Hanus A. Samuelsen undirvíst á Føroya Studentaskúla, og hann heldur fram'. Hoydalar: Trúgvur hevur hann verið í tænastuni, Hanus A. Samuelsen í Hoyvík. Í samfull 40 ár hevur hann undirvíst á Føroya Studentaskúla. Hanus A. Samuelsen tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1960 og hevur síðan undirvíst á Føroya Studentaskúla. Fyrstu tvey árini á VBV á Skansavegnum og síðan í Hoydølum, bæði á Sanatoriinum og síðan 1965 á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, har hann framvegis undirvísir. Hanus A. Samuelsen er giftur við Helenu Samuelsen, og eru tey bæði kend frá millum øðrum arbeiði teirra í felagnum Javna, har Helena nógv av sjeytiárunum var formaður. Eisini á øðrum økjum enn innan skúlagátt hevur Hanus A. Samuelsen verið virkin. Hann hevur millum annað verið deknur. Bæði í Húsavíkar Kirkju, haðani hann er ættaður, og í Havnar Kirkju. Umframt hevur hann, saman við millum øðrum konuni Helenu, skrivað fleiri bøkur. Tað munnu vera túsundtals næmingum, Hanus A. Samuelsen nú í næstan ein mansaldur hevur undirvíst í føroyskum máli og mentan. Tá skúlaárið byrjaði aftur eftir summarfrítíðina, varð Hanus heiðraður á samkomu á Studentaskúlanum í Hoydølum. Tíðindablaðið Sosialurin fer at prenta samrøðu við Hanus A Samuelsen í seinni blaði. Mykinesmenn hava verið eftir grásúlu Súlan hevur tað gott í Mykinesi og er í framgongd. Hóast nógv fórst av brimi í summar, fingu teir heilt hampiligt, tá teir vóru eftir grásúlu mikudagin. Mikudagin vóru mykinesmenn eftir grásúlu í Dranginum. Teir fingu 43 súlur, sigur Oskar Joensen í Mykinesi. Hetta heldur hann, eftir umstøðunum, vera í lagi, tí tað fór rættiliga nógv út av brimi annan hvítusunnudag. Oskar Joensen sigur frá eldri mykinesfólki, at tey hava ongantíð upplivað slíkt brim um summarið, sum tað, ið var annan hvúsunnudag í ár. Fuglurin var lagstur, og nógv, bæði súla og rita, skolaði stutt og greitt burtur. Oskar Joensen sigur, at ætlanin er at fara í bergið eftir grásúlu, fyrsta líkindi verða. Tað krevst kyrra, og streymurin skal helst ikki vera ov harður heldur, tí teir plaga at kasta á sjógv og so taka upp við báti. Um súluna sigur Oskar Joensen annars, at vísindaligar kanningar vísa, at samlaði súlustovnurin í Norðuratlantshavi er í menning. Vøksturin er eitt til trý prosent árliga, siga kanningarnar. Og eisini í Mykinesi er framgongdin sjónlig, sigur Oskar Joensen. Hann sigur, at í einum stað, har tað fyri umleið 40 árum síðan vóru tvey pør, telja teir í dag 50 pør. Og á Oyðirókini, teir kalla, er heilt fitt av ungsúlu komin at sita. So hjá súluni sær bara væl út í Mykinesi, metir Oskar Joensen. Tunnilsútgerð komin Eitt norskt farmaskip var hósmorgunin á Kollafirði við ymsari útgerð, sum brúkast skal í samband við tunnisgerðina undir Vestmannasund'. Kollagjørður:Tað liggur eitt blátt farmaskip, skrásett í Bergen, við bryggjuna á Lnagasandi í Kollafirði. Á dekkinum standa ein gravimaskina og ein rúgva av arbeiðsskúrum. Talan er um útgerð, sum skal flytast til arbeiðsplássið oman fyri Leynar, har tunnilsmunnin til undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund skal verða. Hendan útgerðin, sum komin er, er bara partur av teirri útgerð, brúkast skal, nú byrjað verður at bora undir Sundið. Restin, tann tunga útgerðin, kemur í næstu viku, frætti Sosialurin á bryggjuni á Langasandi hendan morgunin. Onnur skipasmiðja gera skrokkin lidnan Skipasmiðjan í Gdansk skal lata Skála Skipasmiðju skipið 5. oktober. 1. januar skal nýggja sandoyarferjan setast í sigling'. Illa hevur gingist í hond hjá Skipasmiðjuni á Skála at fáa skrokkin til Sandoyarferjuna, sum skuldi byggjast á pólskari skipasmiðju. Eftir ætlanini skuldi skrokkurin latast føroysku skipasmiðjuni tann 20. apríl í ár, men greitt varð fyrr í ár, at hetta fór ikki at eydnast. Fyrr hevur Skipasmiðjan á Skála boðað frá, at skrokkurin fór at verða seinkaður, men ikki so nógv, at ferjan ikki kundi latast til tíðina. Men trupulleikin gjørt størri enn væntað, og nú um dagarnar hava umboð fyri Skipasmiðjuna á Skála, m. a. stjórin, Jón Danielsen og Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju verið í Póllandi, har teir hava tikið skrokkin frá skipasmiðjuni, Stoznia Porta Odra í Stettin og gjørt nýggja sáttmála við skipasmiðjuna Stocznia Remontova í Gdansk, sum skal gera skrokkin lidnan. Nýggis sáttmálin sigur, at ferjan skal latast skipasmiðjuni á Skála 5. oktober, tá skrokkurin verður sleipaður til Føroya. Arbeiðið skal síðani gerast liðugt til nýggjárs. Skipasmiðjan á Skála hevur so slakar tríggjar mánaðir at gera skipið liðugt. Gamli Tróndur, sum varð keyptur gamal til Føroya í 1967, siglir við undantaksloyvi, sum bert er galdandi til 31. desember í ár. Skulu vit biðja Skipasýnið um enn eitt undantaksloyvi, so verða vit noyddir at hava haldgóðar grundir. Og vit kunnu ikki gera tað, uttan vit við vissu síggja ein enda á hesum málinum, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni. Men stjórin á Strandferðsluni er als ikki vísur í, um tað ber til at fáa undantaksloyvi - og um tað ikki ber til, og nýggja ferjan ikki er liðug, so fyriliggur ein nýggj støða, sigur hann. So verða vit noydd út á marknaðin at finna eitt hóskandi skip, og tað er ikki so lætt at finna til hasa farleiðina, sigur hann og leggur afturat, at hetta sjálvnadi eisini er ein spurningur um pengar. Reidar Nónfjall hevur enn ikki fingið onnur boð enn tey, at ferjan verður latin til tíðina, hóast mangt bendir á, at so fer ikki at verða. Men hann hevur biðið um fund við skipasmiðjuna, har hann fer at biða um frágreiðing um málið. Vit hava fyrr nevnt, at skipasmiðjan verður noydd at rinda dagbøtur, um ferjan ikki verður latin til tíðina. Reidar Nónfjall sigur, at ongar dagbøtur verða rindaðar teir fyrst 90 dagar, ferjan verður seinkað. Men síðan skal skipasmiðjan rinda 5.000 krónur teir næstu 40 dagarnar og síðani 10.000 krónur um dagin. So tað fer ikki at kosta Skipasmiðjuni á Skála eina krónu, um ferjan ikki verður latin fyrr enn 1. apríl... Kommunurnar mugu taka ábyrgd av teimum heimleysu Tað er ábyrgdarleyst av kommunum at siga, at tær einki fáa gjørt fyri at hjálpa teimum heimleysu, heldur Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð. Trupulleikin við teimum heimleysu fer at vaksa, og tað er umráðandi, at kommunurnar ikki lata eyguni aftur fyri trupulleikanum og vóna, at landsmyndugleikarnir fara at loysa trupulleikan. Tað heldur Elin Lindenskov, sum er formaður í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð. Tað er í høvuðsstaðnum, at tey heimleysu úr øllum landinum savnast, tí har er í minsta lagi eitt Herberg at leita sær skjól í á nátt. Kommunurnar eiga at taka ábyrgd í málinum um tey heimleysu og ikki bara lata landsmyndugleikarnar hava trupulleikarnar, sigur Elin Lindenskov. Besta loysnin er helst, at kommunur og landið í felag royna at betra um umstøðurnar hjá teimum heimleysu. Ansa eftir ghettoum Elin Lindenskov kennir seg sannførda um, at trupulleikin við teimum heimleysu fer bara at økjast næstu árini, tí stórt trýst verður lagt á bústaðarviðurskiftini í høvuðsstaðnum í eini komandi oljuvinnu. Vit eiga at byggja almennar leiguíbúðir, men lógarverkið fyri slíkar íbúðir manglar, og tað er ein stórur trupulleiki. Her eiga landsmyndugleikarnir at syrgja fyri, at tað finnist ein verulig lóg um leiguíbúðir, heldur Elin Lindenskov. Loysnin hjá teimum, sum eru ringast fyri, er kanska eitt heim, men vit eiga at ansa eftir, at vit ikki fáa ghettoir. Elin Lindenskov sigur, at tað er ongantíð rættiliga staðfest, hvør hevur ábyrgdina av, at fólk hava ein bústað. Kunnu altíð gera okkurt Tann heimleysi Martin Eliassen, sum Sosialurin hevði samrøðu við í leygardagsblaðnum, segði seg verða noyddan at flyta til Havnar, hóast hann heldur vildi verða í Klaksvík. Tað er trist, at fólk verða noydd at flyta úr teirra heimstaði og til høvuðsstaðin, men soleiðis er gongdin ivaleyst allastaðni, sigur Elin Lindenskov. Hon er tó ósamd við teimum, sum føra fram, at tað eru landsmyndugleikarnir, sum eiga alla og fulla ábyrgd av teimum heimleysu. Tað er altíð okkurt sum kommunurnar gera, um ikki annað so lata stuðul til Herbergið hjá Frelsunarherinum. Fleiri pengar til Herbergið Sosiala nevnd hjá Tórshavnar býráð ætlar at viðgera málið um tey heimleysu í næstum. Vit fara at hava fundir við Herbergið og Blákrosscaféina fyri at vita, um vit kunnu gera nakað í felag fyri tey heimleysu, sigur Elin Lindenskov, formaður í nevndini. Hon heldur, at Frelsunarherurin til dømis hevur prógvað, at tað er ein felagsskapur, sum tað kann lítast á, og tí sigur hon seg verða sinnað at umhugsa, um Herbergið hjá Frelsunarherinum ikki kann fáa eina størri játtan næsta ár. Í løtuni letur Tórshavnar kommuna 200.000 krónur til Herbergið. Føroyingar skulu ikki gera mistøk við flóttarfólki Interview: Tað lítla føroyska samfelagið er trygdin fyri, at Føroyar fáa ikki somu útlendingatrupulleikar, sum nógv av okkara grannalondum hava. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, heldur, at Føroyar skulu taka ímóti fáum útlendingum í senn, fyri at fáa teir tiknar við upp í føroyska samfelagið. Føroyingar skulu ikki gera somu mistøkini í útlendingapolitikkinum, sum okkara grannalond hava gjørt. Hetta heldur landsstýrismaðurin í lógarmálum, Høgni Hoydal, sum eisini er politiskur leiðari í Tjóðveldisflokkinum. Fyrsta treytin hjá bæði innflytarum og flóttarfólki, sum vilja til Føroya, má vera, at tey kunnu takast upp í føroyska samfelagið, heldur hann. Londini rundan um okkum hava gjørt eina útlendingalóg eftir trýsti frá arbeiðsmarknaðinum, sum vil hava fremmanda arbeiðsmegi, men úrslitið av hesum er, at hesi lond hava fingið eina konsentratión av fólki frá øðrum londum í ávísum pørtum av landinum, sigur Høgni Hoydal. Tað má ikki henda hjá okkum, og vit mugu framhaldandi leggja dent á, at teir útlendingar, sum koma til Føroya, mugu takast við upp í føroyska samfelagið - og tað má gerast við atiti til bæði samfelagið og ikki minst til hesi fólkini. Høgni Hoydal heldur, at føroyska samfelagið higartil hevur klárað at integrera teir útlendingar, sum eru komnir hendan vegin, og soleiðis skal tað eisini verða í framtíðini. Stirvið og ógreitt Útlendingalógin er eitt danskt málsøki. Lógin verður smíðað av Fólkatinginum og verður umsitin av danska Útlendingastýrinum, men føroyskir myndugleikarnir eru við í viðgerðini av uppihalds- og arbeiðsloyvum í Føroyum. Vinnumálastýrið skal meta um, um møguleiki er at lata arbeiðsloyvi, og Lógardeildini skal ummæla uppihaldsloyvi. Umsitingin av hesum øki tykist tó stundum at verða rættiliga stirvin, og í málinum um tey eysturslavosku flóttarfólkini, sum komu til landið fyrr í ár, gjørdust trupulleikarnir rættiliga sjónligir. Eingin verulig politisk viðgerð hevur verið av, um Føroyar skulu taka ímóti flóttarfólki og hvør føroyski útlendingarpolitikkur skal vera, um Føroyar fáa fullveldi. Men hetta heldur Høgni Hoydal má broytast sum skjótast. Í løtuni situr eitt fólk í umsitingini og arbeiðir við málinum í sambandi við fullveldistilgongdina, og ætlanin er at eitt álit skal gerast, sum politikararnir skulu viðgera. Smáar mongdir Landsstýrismaðurin er avgjørdur í, at Føroyar mugu átaka sær sín part av flóttafólkatrupulleikanum í heiminum, men fyrsta treytin er, at føroyingar hava ræði á lóggávuni og umsitingini av henni. Fólk skulu ikki verða bangin. Vit eru 45.000 fólk, og høvdu vit tikið 20 flóttarfólk í sambandi við stríðið í Kosovo, hevði tað svarað til tað, sum Danmark tók. So vit tosa ikki um nakra innrás av útlendingum ella teir stóru mentarligu trupulleikarnar, sum føroyingar óttast, sigur Høgni Hoydal. Vit skulu hava eina lóggávu, har flóttarfólkini veruliga fáa rásarúm til at gerast partur av føroyska samfelagnum og ikki bara gerast smáar oyggjar, sum kunnu skapa sosialar trupulleikar seinni. Tað sum hendir í øllum okkara grannalondum er, at flóttarfólk koma til londini, samstundis sum tey eru í sosialum trupulleikum, og so hendir tað sama sum við jødunum undir krígnum. Innflytarar og flóttarfólk fáa skyldina fyri tað, sum ikki riggar í samfelagnum. Høgni Hoydal heldur, at gróðarbotnur ongantíð má verða skaptur fyri hesum í Føroyum. Tað gera vit best við at tryggja, at tað koma ikki fleiri flóttarfólk til landið, enn vit klára at taka ímóti búskaparliga, sosialt og mentanarliga, og at ein verulig integratión fer fram. Harvið sleppa vit undan at gera somu mistøkini sum nógv av okkara grannalond hava gjørt. Ísland hevur til dømis klárað hetta, men har verður eisini ein heilt annar flóttarfólkapolitikkur rikin enn í Danmark, Noregi og Svøríki. Fyrimunir í lítlum samfelag Høgni Hoydal heldur, at somu krøv skulu setast til bæði vanligar innflytarar og flóttarfólk, um tey ætla sær til Føroya. Tey skulu kunnu syrgja fyri sær sjálvum, ikki vera lógbrótarar, hava arbeiðið og annars integrerast í føroyska samfelagið. Tað ringasta, vit kunnu gera, er sum í okkara grannalondum at gera flóttafólkalegur, sum mest av øllum minna um konsentratiónslegur. Fólk sita har og hava einki samband við samfelagið - tey kundu akkurát tað sama sitið á mánanum. Tað er deyðsdømt frá byrjan, at tey skulu læra seg at integrera seg í samfelagið í eini stongdari legu. Í eini føroyskari lóggávu fyri flóttafólk má gerast greitt, at mongdin á flóttafólki má ikki verða hægri enn tað, sum føroysku samfelagið klárar at taka ímóti. Og síðani skal tað vera ein verulig ætlan um, hvussu vit kunnu taka okkum av teimum flóttarfólkum, sum vit taka ímóti, sigur Høgni Hoydal. Hann vil ikki seta nakað ávíst tal á, hvussu nógv flóttarfólk Føroyar kunnu taka ímóti, men hann metir ikki, at tað eru fleiri hundrað. Fólkið má stuðla Landsstýrismaðurin heldur, at í einum lítlum samfelagi sum tí føroyska er gjøgnumskygnið ein stórur fyrimunur. Í Føroyum veit hvørt mansbarn, at tað eru komnir 13 kroatiskir ríkisborgarar til Runavíkar. Tað er ein stór styrki, tí harvið sleppa vit undan, at fólk kenna seg ótrygg og ikki vita, hvat tað er sum gongur fyri seg. Men Høgni Hoydal heldur, at føroyska samfelagið ikki er klárt til rættiliga at taka ímóti flóttarfólki í løtuni. Tað skulu gerast munandi fyrireikingar, áðrenn vit taka ímóti fleiri flóttarfólki. Tað er ikki, sum onkur førdi fram undir Kosovo-kreppuni, at tað var bara at taka ímóti fólki haðani. Tað hevði ikki gagnað teimum fólkunum ella tí fólksliga stuðlinum í Føroyum. Vit mugu ikki bara seta nakað í gongd, sum kann skapa misskiljingar millum fólk. Vit mugu hava breiðan stuðul frá føroyska fólkinum í flóttarfólkapolitikkinum, og tí má tað vera púra greitt, hvørjar treytirnar eru fyri at taka ímóti flóttarfólki, áðrenn vit fara rættiliga í holt við tað. Vit mugu taka smáar bitar í senn, fyri at tryggja tær bestu umstøðurnar bæði hjá hesum fólkum og hjá samfelagnum. Lógbrótarar óynsktir Í Danmark umhugsar innanríkisráðharrin at flyta flóttarfólkalegurnar á onkra oynna oyggj, tí so nógvar kriminalietur er í sambandi við legurnar. Sjálvandi stúri eg fyri, at vit kunnu fáa somu trupulleikar, men eg ivist ikki í, at vit sleppa undan teimum, um vit nevniliga lata verða við at gera flóttafólkalegur, men ístaðin taka ímóti fáum fólkum í senn, sum veruliga kunnu integrerast í samfelagið. Tað er eingin ivi um, at tey fólkini, sum koma úr krígsherjaðum økjum eru illa fyri. Tey koma frá einum øki, har allar lógir og reglar eru burtur, og har tað snýr seg um at yvirliva frá degi til dags. Tað, sum ger støðan enn verri, er, at tey verða flutt frá einum stongdum øki til eitt annað stongt øki í eini flóttafólkalegu, og so trúgvi eg, at tað kann viðføra kriminalitet. Og vit skulu ikki vera bangin fyri at seta útlendingum krøv, um teir ætla sær til Føroya. Eru teir lógbrótarar, ja, so fáa teir ikki uppihaldsloyvi í Føroyum. Høgni Hoydal kennir seg sannførdan um, at føroyska samfelagið fær ikki somu trupulleikar við útlendingapolitikkinum, sum onnur lond hava. Vit hava eitt lítið samfelag, har øll vita, hvat gongur fyri seg, og tað er trygdin fyri, at vit fáa ikki somu trupulleikar, sum okkara grannalond hava. Tvískattaavtalan undirskrivað Føroyingar kunnu búgva í Føroyum og starvast í Grønlandi, uttan at hetta merkir eina eyka skattabyrðu. Føroyar og Grønland skrivaðu fyrradagin undir avtalu, sum loysir tvískattastøður landanna millum. Allir føroyingar kunnu nú fara til Grønlands at arbeiða, uttan at skula verða skattaðir í báðum londum. Somuleiðis, sum grønlendingar eisini kunnu koma til Føroya at arbeiða undir somu treytum. Hetta er greitt eftir at londini bæði fyrradagin skrivaðu undir ein tvískattasáttmála. Tað vóru Karsten Hansen, landsstýrismaður fíggjarmálum, og grønlendski landsstýrislimurin í búskaparmálum, Josef Motzfeldt, sum skrivaðu undir avtaluna í Igaliku í Suðurgrønlandi. Tvískattasáttmálin kemur í gildi 1. januar í 2001. Var bert fyri sjómenn Síðani í áttatiárunum hava føroyingar og grønlendingar bert havt eina skattaavtalu, ið hevur verið galdandi fyri sjómenn. Hendan avtalan innibar, at føroyskir sjómenn, sum vóru búsitandi í Føroyum, kundu vinna sær pening við grønlendskum skipum uttan at skula rinda skatt í Føroyum. Somuleiðis kundu grønlendskir sjómenn vinna sær pening við føroyskum skipum uttan at skula rinda skatt í Grønlandi. Nýggja avtalan fevnir um allar borgarar og øll sløg av inntøkum. Sostætt kann ein vanligur føroyskur verkamaður búsitandi í Føroyum starvast í Grønlandi uttan at skula rinda skatt í Grønlandi. Viðkomandi skal eftir nýggju avtaluni bert rinda skatt í Grønlandi. Somuleiðis kann ein grønlendingur gera tað sama í Føroyum. Áðrenn avatalan fyri sjómenninar kom í lag, vóru sjómenn noyddir at gjalda skatt í báðum støðum, og førdi hetta við sær, at fleiri teirra fluttu av landinum til Grønlands. Gjørdur uttan um Danmark Tvískattasáttmálin millum Føroyar og Grønland er gjørdur beinleiðis millum Føroyar og Grønland, sum tveir sjálvstøðugar partar av skattaøkinum. Avtalan er ikki partur av nakrari danskari avtalu og heldur ikki partur av nakrari norðurlendskari avtalu. Grønland hevur higartil ikki vilja verið við í felags tvískattaavtaluni millum Norðurlond. Grønland hevur bert havt slíka avtalu við Danmar, og hevur heldur ikki ynskt at gjørt avtalu við Føroyar fyrr enn nú. Fyri nøkrum árum síðani samdust føroyingar og grønlendingar um eina neyðloysn á skattaøkinum. Men hendan avtalan hevur ikki virkað nóg væl. Nýggja tvískattaavtalan skal eftir øllum at døma loysa allar kendar tvískattastøður millum londini bæði. Hittast á hvørjum ári Í sambandi við, at tvískattasáttmálin skuldi undirskrivast, hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, saman við konu sínari, Gulbrit, verið á almennari vitjan hjá grønlendska landsstýrisliminum í búskaparmálum. Landsstýrismenninir báðir hava nú avtalað, at teir skulu hittast á hvørjum ári at røða um politiskar og fyrisitingarligar spurningar á skattaøkinum. Báðir landsstýrismenninir siga seg hava ynski um, at gjørda avtalan kann vera við til at fasthalda og styrkja samstarvið millum Føroyar og Grønland, eisini á øðrum økjum enn skattaøkinum. Torførar samráðingar við russar Samráðingarnar við russar um fríhandilsavtalu ganga ikki so væl, sum væntað'. Nógv bendir á, at samráðingarnar um fríhandilsavtalu við Russland, ikki ganga eins væl, og føroyingar høvdu ætlað. Aftur í gjár sótu føroyingar og russar við samráðingarborðið í Sjó- og Vektarbúðini í Tinganesi. Hetta var annar dagurin, teir samráddust um fríhandilssáttmála, og tá Sosialurin fór til prentingar beint eftir døgurða var enn eingin semja fingin í lag. Upprunaliga væntaðu Føroyingar, at samráðingarnar fóru av verða lættar. Talan skuldi bert vera um ein skjótan samráðingarfund, har nakrar orðingar skuldu setast inn í eina avtalu. Samráðingarfundurin skuldi vera í vár, men tá kundi russiska samráðingarnevndin ikki møta. Í tí sambandinum segði føroyski samráðingarleiðarin, Herluf Sigvaldson, at avtalan var so gott sum fingin í lag. Nú farið er undir samráðingarnar vil Herluf Sigvaldsson ikki gera nakrar viðmerkingar til málið. Men Sosialurin skilir úr Tinganesi, at alt higartil ikki hevur gingist sum ætlað. Dagligur leiðari í Sjónleikarhúsinum Hesi seinastu árini hevur Havnar Sjónleikarfelag verið sera virkið. Umframt fleiri leikuppsetanir á hvørjum ári, gevur Sjónleikarhúsið nógvum øðrum og fjølbroyttum tiltøkum innivist, umframt at hýsa sjónleikarskúla fyri børnum og øðrum skeiðvirksemi. - At leggja til rættis og samskipa øll hesi tiltøk er sera orku- og tíðarkrevjandi, og hjá nevndini, sum øll hesi árini hevur tikið sær av hesum arbeiði, hevur tørvurin á einum dagligum leiðara leingi verið eyðsýndur. Tí hevur nevndin nú gjørt av at seta eitt fólk at taka sær av hesum burturav. Í dag byrjar Birita Krossteig í starvi sum dagligur leiðari hjá Havnar Sjónleikarfelag, og í hesum sambandi verður móttøka í Sjónleikarhúsinum í dag frá klokkan 14-16. Øll eru hjartaliga vælkomin, verður heilsað úr Sjónleikarhúsinum. Leikararnir tykjast vera væl fyri Sum heild tykjast fótbóltsútisetar okkara at standa seg væl í feløgum teirra, og heta, samanhildið við at heimliga kappingin er í hæddini, átti at borga fyri einum sterkum landsliðið'. Fótbóltsliga hevur gingið skiftandi hjá føroysku útisetunum, nú flestu teirra koma heim til landsdystin móti Slovenia. 4 leikbannaðir Hjá føroyingunum á Ólafsfirði hevur einki vilja borið til í ár, liðið, sum telur 4 føroyskar leikarar, hevur havt eina sera vánaliga byrjan upp á árið, og seinastu vikurnar er niðurflytingarhóttanin vorðin alsamt meira sjónlig. Um vikuskifti taptu teir botndystin móti Stjarnuni í einum dysti, har venjarin, Jens Martin Knudsen, ikki kundi nýta Sámal Joensen ella John Petersen vegna leikbann. Komandi umfar skal Leiftur royna seg móti Fram, sum er liðið beint omanfyri niðurflytingarstrikuna. Skal Leiftur hava møguleika at verða verandi í deildini, er alneyðugt við einum sigri, og helst skal hesin vera við fleiri málum. Fortreytirnar undan dystinum eru tó ikki av teimum bestu, tí fýra leikarar, teirra millum Jens Martin Knudsen, eru leikbannaðir undan dystinum. Uni skoraði Hjá Una Arge og ÍA hevur gingist nakað betri, og hóast teir eru nakað langt frá oddinum, tá tosað verður um gullmerki, so hevur ÍA avgjørt møguleika at sleppa út i Europa komandi ár. Sæð við føroyskum eygum, er tað gleðiligt, at Uni Arge nú aftur hevur fingið gongd á málskjótingina. Álopsmaðurin, sum hevur drigist við drúgvan skaða í ár, skeyt fyrsta landskappingarmál sítt, tá ÍA um vikuskiftið vann 4-1 á Fram. Sogndal flúgvandi Hjá teimum trimum landsliðsleikarunum, sum royna seg í norskum fótbólti, hevur gingið við fullari ferð seinastu vikurnar. Burtursæð frá einum keðiligum tapi á skrivaraborðinum, hevur talan bert verið um sigrar í august mánaði, so einki er at siga til, um sjálvsálitið er gott í løtuni. Tapið á skrivaraborðinum ger tó, at tað verður torført hjá Sogndal at vinna sær beinleiðis uppflytan í bestu deildina. Fimm stig eru upp til annað plássið, nú seks umfør eru eftir at leika. Gongur framá í Danmark Ein spildurnýggjur maður er í landsliðshópinum til dystin móti slovenum. Johan Byrial Hansen, sum í fjør skrivaði sáttmála við OB, er fyri fyrstu ferð úttikin til landsliðið. Um hetta er byrjanin til eina nýggja merkistíð í føroyskum fótbólti skal ikki gitast um, men í øllum førum er hetta fyrstu ferð, at ein leikari, sum er heimahoyrandi í øðrum landi, er úttikin til føroyska landsliðið. Johan hevur føroyska mammu, og tí er eingin trupulleiki í úttøkuni, men undir øllum umstøðum verður spennandi at vita, hvussu nýggi leikarin fer at standa seg í hópinum. Aðra staðni hevur tað í fleiri ár verið vanligt, at leikarar verða bidnir um at spæla fyri okkurt landslið, um eitt nú omman er ætta hagani. Eitt tað besta dømi um hetta man vera Írland, har fyrrverandi landsliðsvenjarin, Jack Charlton, bar orð fyri at vera betri ættargranskari enn venjari. Johan hevur í ár verið á vølli tríggjar ferð fyri OB, sum í løtuni er á 9. plássi í superliguni. Fremsta føroyska liðið í superliguni er heldur óvæntað AGF, har Óli Johannensen er í hópinum. Seinasta hálva árið ella so hevur Óli tó ikki verið at sæð á vøllinum, men sunnudagin var hann aftur at síggja, og yvirhøvur stóð hann seg væl, hóast AGF mátti lúta 3-1 fyri Herfølge. Hjá Herfølge hevur annars ikki gingist eins væl og í fjør, tá liðið gjørdist meistari. Í løtuni er liðið næstniðast, men seinastu dystirnir hava kortini givið ábendingar um eina ávísa framgongd. Todi Jónsson hevur higartil verið fastur fúsur í byrjunaruppstillingini hjá FCK, og hóast úrslitini ikki hava verið eftir vild, bendir einki á, at hann skal missa miðvallarsessin, sum hann nú hevur vant seg við. Sunnudagin var hann millum teir mest eyðsýndu í 2-1 sigrinum hjá FCK móti Brøndby. Ein sigur, sum hevði ómetaliga stóran týdning fyri FCK, tí vónirnar um eitt gott hál komandi dystirnar nú tykjast nógv bjartari. Heildarmetingin er positiv Sum heild kann helst staðfestast, at fótbóltsliga eru flestu útisetar okkara sera væl fyri í løtuni. Minuttirnir, sum teir fáa á vølli tykjast undir ongum umstøðum at fækka, og hóast ítróttarliga gongdin hjá ymsu feløgunum er ymiskt, so tykjast positivu lutirnir at viga væl meira enn teir negativu. Heimligu landsliðsleikararnir skuldu helst verið á toppinum júst nú, so fortreytirnar fyri einum góðum úrslitið sunnudagin fáa valla verið betri. >>Pelagos<< seldur til Spania JFK Seafood roynir eisini at selja >>Fram<<. Arbeitt verður í løtuni við at fáa rækjuskip fyri loyvi hjá >>Palla hjá Marionnu<< Í gjár skuldi >>Pelagos<< seta kós móti Spaniu og ætlanin er at trolarin skal fiska í altjóða sjógvi. Fyrradagin var endaligi sølusáttmálin undirskrivaður millum JFK Seafood og keyparan, og sambært stjóranum, Hanus Hansen, eru teir nøgdir við søluprísin. Nú verður so roynt at selja >>Fram<< eisini. Hesir báðir trolararnir vórðu upprunaliga keyptir úr Vestmanna at skaffa >>Næraberg<< fiskigrundarlag. Um 3 vikur Viðvíkjandi spurninginum, um ætlanin er at keypa ella leiga trolara til óbrúkta rækjuloyvið, sum JFK Trol hevur frá >>Palla hjá Marionnu<<, sigur Hanus Hansen, at abreitt verður í løtuni við málinum og um ikki so nógvar vikur er hetta komið uppá pláss eisini. Enn er nakað tíðliga at siga, hvat gjørt verður, sigur Hanus Hansen, men ætlanin er komin so væl áleiðis at, vit fáa eitt skip aftrat at fiska rækjur um fáar vikur. Mykinesmenn hava verið eftir grásúlu Súlan hevur tað gott í Mykinesi og er í framgongd. Hóast nógv fórst av brimi í summar, fingu teir heilt hampiligt, tá teir vóru eftir grásúlu mikudagin'. Mikudagin vóru mykinesmenn eftir grásúlu í Dranginum. Teir fingu 43 súlur, sigur Oskar Joensen í Mykinesi. Hetta heldur hann, eftir umstøðunum, vera í lagi, tí tað fór rættiliga nógv út av brimi annan hvítusunnudag. Oskar Joensen sigur frá eldri mykinesfólki, at tey hava ongantíð upplivað slíkt brim um summarið, sum tað, ið var annan hvúsunnudag í ár. Fuglurin var lagstur, og nógv, bæði súla og rita, skolaði stutt og greitt burtur. Oskar Joensen sigur, at ætlanin er at fara í bergið eftir grásúlu, fyrsta líkindi verða. Tað krevst kyrra, og streymurin skal helst ikki vera ov harður heldur, tí teir plaga at kasta á sjógv og so taka upp við báti. Um súluna sigur Oskar Joensen annars, at vísindaligar kanningar vísa, at samlaði súlustovnurin í Norðuratlantshavi er í menning. Vøksturin er eitt til trý prosent árliga, siga kanningarnar. Og eisini í Mykinesi er framgongdin sjónlig, sigur Oskar Joensen. Hann sigur, at í einum stað, har tað fyri umleið 40 árum síðan vóru tvey pør, telja teir í dag 50 pør. Og á Oyðirókini, teir kalla, er heilt fitt av ungsúlu komin at sita. So hjá súluni sær bara væl út í Mykinesi, metir Oskar Joensen. Fór á land sunnanfyri Borá Ein bátur, sum hevði verið eftir havhestaungum, sigldi ov nær og fór á land, men allir komu heilskapaðir frá hendingini'. Um hálvgum fýra tíðina mikudagin varnaðust menn umborð á Tróndi, at ein bátur var farin á land beint sunnanfyri Borá, sum er millum Glyvursnes og Kirkjubønes. Teir umborð á Tróndi vóru fyrst hjá bátinum og varskógvaðu aðrar smábátar, sum vóru har um leiðir, og nakrir komu teimum skjótt til hjálpar. Bátur varð eisini settur út av Tróndi, tí skipið kundi ikki fara so nær. Menninir vórðu tiknir upp, og eingin fekk mein av óhappinum. Báturin, sum fór á land, hevði kós móti Havnini, og onkur av smábátunum tók menninar við sær til Havnar. Báturin var illa farin og er nú tikin av aftur. Tróndur helt leiðina fram úr Havn til Skopunar. Eysturskúlin rundan hátíðardag 31. august eru 20 ár síðani, at størsti skúlin í Føroyum varð vígdur, og í hesum sambandi hevur skúlin skipað fyri ymiskum tiltøkum. Børnini møttu klokkan 9 á morgni, og so varð ringur sligin í teimum trimum lonunum í Eysturskúlanum. Dansað varð so eftir gongini til øll vórðu savnað í skúlahøllini, og har dansaðu so øll saman. Flóvin Bænadiktson varð kvøðin. Nógv varð sungið hendan dagin, og í skúlahøllini hevði hvør flokkur yrkt eitt ørindi um skúlan, sum tey sungu fyri hinum. Øll tóku síðani undir í niðurlagnum. Lærararnir høvdu eisini fyrireikað sítt til hetta høvið, og í skúlahøllini framførdu teir ein sjónleik fyri næmingunum. Síðani varð farið út um, og á vøllinum, sum er beint við Eysturskúlan, skuldu næmingarnir mynda tjóðfugl okkara, tjaldrið. Næmingarnir hava fingið eina T-shirt í part, so at litirnir skuldu vera teir røttu. Allir næmingarnir stillaðu seg soleiðis, at teir myndaðu eitt stórt tjaldur, sum sæst á myndini. Brandbilurin var á staðnum, og myndin er tikin úr stiganum hjá hjá brandbilinum. Aftaná fóru næmingar og lærarar omanaftur í skúlan, har borðreitt varð við heimabakaðum kakao og bollum, sum lærararnir høvdu bakað. Tað eru nú 20 ár síðani, at Eysturskúlin varð vígdur, men longu í 1974 varð fyrsti parturin av skúlanum tikin í nýtslu. Allur skúlin var tó ikki liðugt gjørdur fyrr enn í 1980 og síðani vígdur. Eysturskúlin er størsti og næmingaríkasti skúlin í Føroyum. Í løtuni hava 570 næmingar sína dagligu gongd á skúlanum, og teir kunnu nú hátíðarhalda 20 ára dagin saman við lærarunum. Næmingarnir fegnast kanska meira um, at teir sleppa undan undirvísing ein dag. Oddagrein: >>Allur bati bøtir<< gongd er komin á málið um tey heimleysu. SOSIALURIN hevði í seinastu viku eina samrøðu við Martin, sum annaðhvørt svevur á berajólum á Skansanum ella heldur til á Herberginum í Frelsunnarherinum. Blaðgreinin skelkaði føroyska samfelagið. Tey fægstu vistu, at føroyska samfelagið hevði ikki pláss - ella hjartarúm - til nakrar føroyingar, sum av eini ella aðrari orsøk eru komnir illa fyri. SÍÐANI hevur Sosialurin fylgt greinini upp við samrøðu við leiðaran á Herberginum, Niels Edvard Olsen. Harafturat tók Útvarp Føroya hetta álvarsama og syrgiliga mál upp í miðvikusendingini mikukvøldið. M.a. tosaði Útvarpið við tveir, sum halda til á herberginum, leiðaran á Herberginum og við landsstýriskvinnuna í almannamálum, Helenu Dam á Neystabø. SENDINGIN bendir á, at blaðgreinin í Sosialinum er tikin í ramasta álvara og hon fær nú avleiðingar. Sum er, fær Frelsunnarherurin eina játtan, sum er 250.000 krónur at reka Herbergið fyri. Men landsstýriskvinnan vil arbeiða fyri at hækka hesa játtan. UM henda játtan verður hækkað, ber kanska til at skipa fyri einum daghaldi fyri tey heimleysu. Sum nú er, hava tey einki stað at halda til um dagin, eftir at Herbergið er stongt klokkan 10 fyrrapart og til tað letur uppaftur klokkan 22 á kvøldi. Tí fjakka tey runt. Sita í skýlum, á Skansanum, á Tinganesi ella koyra runt í býbussunum!!! EIN hækkað játtan er kærkomin hjá teimum heimleysu og Herberginum. Men hetta er ikki nóg mikið. Ein politikkur má leggjast á hesum øki. Hann kann t.d. miða ímóti eini roynd at fáa hesi heimleysu upp á rættkjøl aftur, at fáa tey í viðgerð, í arbeiði ella í eina terapi, so tey aftur síggja eina meining við lívinum. Ein skipan við íbúðum ella kømurum átti eisini at verið ein partur í einum slíkum politikki. GREINIRNAR og sendingarnar hava eisini víst, at eingin vil taka ábyrgd av hesum heimleysu. Kommunurnar kasta tey frá sær og vísa tey til Almannastovuna, sum aftur koyrir tey víðari, háost tað helst er forsorgarlógin, sum skuldi komið hesum samfelagsbólkinum til góða. Ein politikkur á hesum øki má eisini greitt staðfesta, hvør hevur ábyrgdina av teimum, sum koma soleiðis fyri, at gøtan, Skansin ella Herbergið í Tórsgøtu eru einastu tilhaldsstøðini. TAÐ kann ikki vera rætt, at tey koma longur út í óføri, tí byrokratiið ikki finnur út av tí. Men gongd er komin á hetta mál og hækkar játtanin á fíggjarlógini sum fysta stig, skal staðfestast, at >>allur bati bøtur<>eydnuna<< við sær á sama hátt, sum hin fyrri, tí tað eydnaðist løgregluni at finna fram til mannin, sum varð tikin við á støðina, sigur vakthavandi. Bilførarin verður ákærdur fyri at koyra ávirkaður og fyri at stinga av frá ferðsluóhappi. Tað hevur bilførari ikki loyvið til, sambært ferðslulógini. Innbrot í Tórshøll Óbodnir gestir hava vóru í Tórshøll fríggjanáttina og teir fóru avstað við 17 túsund krónum Fríggjamorgunin fekk løgreglan í Havn boð um, at tað hevði verið innbrot í Tórshøll fríggjanáttina. Gestirnir vóru farnir við 17 túsund krónum í reiðum peningi og við fýra fløskum av brennivíni, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini á støðini í Havn. Løgreglan hevur enn ikki funnið út av nær innbrotið er framt, men tað er hent eftir afturlatingartíð hóskvøldið, og áðrenn starvsfólkið kom til arbeiðis fríggjamorgunin. Tjóvarnir eru farnir inn í sunnara enda. Teir hava brotið sær veg gjøgnum eina hurð, sum er í tí endanum, greiðir Bergleif frá. Hóast kriminalløgreglan enn ikki hevur tikið nakran á hondum, so hava teir kortini ein illgruna um hvørjir ella hvør ótangarnir eru, leggur Bergleif Brimvík afturat Brutu rútar í Klaksvík Fríggjakvøldið fekk løgreglan í Klaksvík fráboðan um, at onkur hevði verið og gjørt seg inn á Granskingardepilin í Klaksvík. Granskingardepilin heldur til í gamla bygninginum hjá løgregluni í Klaksvík, og har vóru fleiri rútar brotnir, sigur sýslumaðurin. Eingin er heilt neyvt greiður yvir, nær tilburðurin er farin fram, men av løgreglurstøðini í Klaksvík frætta vit, at hann helst er farin fram millum klokkan fýra seinnapartin og klokkan tíggju á kvøldi. Sýslumaðurin í Klaksvík metir at talan er um dreingjalótir. Kular Røtur í Havn Kular Røtur og Trølla-Pætur fyrireika nú stóra konsert í ítróttarhøllini á Hálsi Leygardagin 7. oktober verður stór konsert í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Tá fara Kulu Røturnar á pallin við vælkendum barnasangum, dansigentum og myndashowi á stórskíggja. Eisini fer Trølla-Pætur at verða við á konsertini. Kular Røtur hava givið tvær fløgur út seinasta árið, og hesar fløgurnar hava verið serstakliga væl umtóktar. Sangir sum Hon er omma mín, Bilurin hjá okkum, Grønir menn frá Pluto og Flippan var verið nógv at hoyrt. Trølla-Pætur, sum hevur sungið onkran sang á fløgunum hjá Kulum Rótum, er nú farin at arbeiða við síni egnari fløgu, og næsta útspælið frá Kulum Rótum verður eitt sjónband, sum kemur í vetur. Á hesum sjónbandi verður tónleikur og teknifilmur. Men næsta stóra uppgávan hjá Kulum Rótum verður í ítróttarhøllini á Hálsi, har fyrsta konsertini eisini varð hildin. Tað var í sambandi við at Creamy vóru í Føroyum. Síðani hava Kular Røtur spælt kring landið, og konsertirnar hava verið væl dámdar. Bjóða heimleysum inn um dagin Millum 30 og 40 fólk eru hvønn dag á kaffistovuni hjá Blákrossi í høvuðsstaðnum. Eisini heimleys brúka tilboðið Eyðun Klakstein Heimleys í høvuðsstaðnum, sum ikki hava hug at ganga á gøtuni allan dagin, hava møguleikan at leita sær á Café Blákrosstovuna, sum hevur opið allar gerandisdagar. Øll eru vælkomin inn hjá okkum, og vit seta ongar treytir fyri, hvør kann sleppa inn, sigur Símun Joensen, sum er leiðari av Blákrosscaféina. Caféin hevur opið frá klokkan 14.00 til 22.00. Fólk sleppa ikki at brúka rúsevni inni á kaffistovuni, men tey sleppa inn, hóast tey eru ávirkað. Tá vit lótu upp, var ikki altíð so friðarligt, tí vit løgdu eina linju, sum gestirnir skuldu venja seg við. Men nú eru ongir trupulleikar, og hetta má vera tann friðarligasta caféin í býnum, sigur Símun Joensen. Eisini heimleys Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi um tey heimleysu í høvuðsstaðnum, og at tey ongastaðni hava at vera um dagin. Um náttina gista tey a Herberginum hjá Frelsunarherinum, men um dagin er stongt har. Men heimleys eru eisini vælkomin á Blákrosscaféina, og tað eru eisini nógv teirra, sum brúka hetta tilboðið. Tá vit lótu upp, høvdu vit opið fyrr á degnum, men vit broyttu nevniliga upplatingartíðirnar, so tey heimleysu kundu fáa meira burturúr okkara tilboði. Nú kunnu tey sita inni hjá okkum til klokkan 10 á kvøldi, tá Herbergið letur upp, greiðir Símun Joensen frá. Millum 30 og 40 fólk vitja hvønn dag Blákrosscaféina. Fólk av alskyns slagi koma á caféina - rúsevnisnýtarar, avvarðandi og eisini fólk, sum hava verið í viðgerð, brúka Blákrosscaféina. Í miðal eru millum 600 og 800 fólk á Blákrosscaféini hvønn mánað. Bláikrossur hevur eisini tveir búfelagsskapir, har tilsamans 14 fólk búgva. Mugu koma í neyð Símun Joensen sigur, at myndugleikarnir og sjálvbodnir felagsskapir skulu ansa eftir ikki at hjálpa rúsevnismísnýtarum og heimleysum longur út á síðusporið. Eingin sleppur at nýta rúsevni inni hjá okkum, og tað má ikki koma nakað stað, har heimleys verða boðin inn um dagin, og tey sleppa at sita og drekka. Gera vit tað, ja, so hjálpa vit teimum longur út, sigur leiðarin av Blákrosscaféini. Sjálvandi skulu vit ikki lata tey doyggja í kulda, men vit skulu verða eitt sindur varðin við teimum tilboðum, sum vit bjóða teimum, heldur Símun Joensen. Stórt hall Blákrosscaféin fær ongan almennan stuðul, men verður hinvegin rikin við ymsum gávum. Í fjør hevði kaffistovan 88.000 krónur í halli, og í ár rokna tey við um 220.000 krónum í halli. Vit hava fingið ómetaliga góðan stuðul frá privatfólki, skipum og øðrum, men tað ber illa til at byggja ein rakstur á gávur. Tí hevði tað komið sera væl við, um vit fingu stuðul frá til dømis Tórshavnar kommunu, sigur Símun Joensen. Blákrosscaféin hevur í tvey ár roynt at fingið stuðul til at reka caféina, men enn hevur tað ikki givið úrslit. Tórshavnar kommuna læt í 1998 50.000 krónur til raksturin fyrstu tríggjar mánaðirnar, men síðani er fleiri pengar ikki komnir. Tórshavnar kommuna hevur nú kallað Bláakross inn til fundar um støðuna hjá teimum heimleysu, og hesin fundur skuldi verða seinnapartin í gjár. ADJ selir ljóðútgerðina ADJ Sound ætlar sær nú at sleppa sær av við alla ljóðútgerðina, sum felagið leigar til konsertir og dansir í landinum Eyðun Klakstein Seinastu trý árini hevur ADJ Sound havt eina monopollíknandi støðu, tá tað umræður ljóðannlegg til størri tónleikatiltøk í Føroyum. Men nú ætlar ADJ Sound at sleppa sær av við hendan partin av virkseminum, og øll leiguútgerðin skal seljast. Tað hevur verið strævið at havt útleiganina, og nú halda vit, at tað er rætta tíðin at sleppa okkum av við hana, sigur Petur Jacobsen, sum er stjóri í ADJ Sound.S Umframt útleigan av ljóðannleggum, selir ADJ Sound eisini útgerð, og felagið eigur og rekur Rás 2. Ikki misbrúk støðuna ADJ Sound keypti fyrsta stóra anleggið hjá sær, tá Oslo Gospel Choir var í Føroyum í 1995. Útgerðin varð keypt eftir lista yvir útgerð, sum norska kórið segði seg hava brúk fyri, tá tey skuldu hava konsert. Í desember mánaði í 1997 keypti ADJ Sound kappingarneytan CAL, og síðani tá hevur ADJ Sound verið einasti veruligi útbjóðarin av stórum ljóðannleggum í Føroyum. Eg haldi ikki, at vit hava misbrúkt okkara støðu, sigur Petur Jacobsen um farnu trý árini. Nógv útgerð ADJ Sound eigur útgerð fyri umleið 2 milliónir krónur, og tað er hendan útgerðin, sum nú er til sølu. Tað bilar einki, um tað koma nýggj fólk til nú, men tey, sum skulu leiga ljóðútgerð út, skulu verða enthusiastar, tí tað er sera strævið, heldur stjórin á ADJ Sound. Og við søluni av útleiganini, leggur ADJ Sound seg alt meira eftir rakstrinum av Rás 2. Rás 2 víðkar um sendiøki Útvarpsrásin Rás 2 vónar at senda umvegis Sornfelli og Støðlafjall í heyst Rás 2 vónar at kunna røkka enn fleiri føroyingum í heyst. Øll neyðug loyvi eru fingin til vega, so at Rás 2 kann seta sendara á Sornfelli og Støðlafjall, og hetta fer at gera, at Rás 2 millum annað eisini kann hoyrast í Vágum og á Sandoynni. Vit hava fingið øll loyvi til vega, og pengar eru eisini funnir til sendarar, so vit vóna, at vit fáa sett sendararnar upp einaferð í heyst, sigur Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2. Vilja røkka fleiri Í løtuni sendir Rás 2 til høvuðsstaðarøki, stóran part av Eysturoynni og til Klaksvíkar. Vit meta, at vit røkka út til tveir triðingar av føroyingum í løtuni, men vit vilja gjarna røkka enn longur, sigur Petur Jacobsen. Umfamt sendaran í høvuðsstaðnum, hevur Rás 2 eisini ein sendara á Brúnaskarði. Hendan sendaran hevur Norðoya Sparikassi goldið, og Sosialurin hevur skilt, at tað verða líknandi avtalur sum koma at gera, at Rás 2 fer at fáa sendara á Støðlafjall og Sornfelli eisini. Rás 2 sendir í løtuni á 102 og 107 MZh, men frekvensirnir til nýggju sendararnar eru longu fingnir til vega. Tilbúgvingarætlanin ikki klár fyrr enn um 1 ár Arbeiðið við at gera eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar, sum byrjaði í 1998, er komið langt, men ætlanin liggur ikki klár fyrr enn um eitt ár Um góðar tvær vikur kann stýrisbólkurin fyri tilbúgvingarætlanina leggja eina ávegis frágreiðing fram, um hvussu langt tey eru komin í arbeiðnum at gera eina ætlan, hvussu farast skal fram, tá vanlukkur hótta ella eru hendar. Fríggjadagin var fundur millum allar partarnar, sum eru við í arbeiðnum, og skjótt verða avvarandi myndugleikar, politikarar og almenningurin kunnað um gongdina. Tá verður tað, sum higartil er gjørt, almannakunngjørt. Nú oljuvinnan er um at fara í gongd er enn meira neyðugt við eini fullfíggjaðari tilbúgvingarætlan fyri alt landið. Oljufeløgini hava sjálv ábyrgdina fyri øllum kring boripallin, men brúk er fyri samskipan av arbeiðnum. Long søga Arbeiðið at gera eina tilbúgvingarætlan byrjaði longu í 1994, tá Beredskabsstyrelsen í Danmark í samstarvi við føroyskar myndugleikar og føroysk feløg gjørdi eina frágreiðing nevnd Bereskabet på Færøerne 1994, um viðuskiftini í Føroyum. Tá varð víst á fleiri ivasom viðurskifti, sum áttu at fáast í rættlag. Síðani gjørdu fútaembætið saman við brunaumsjón landsins við støði í ætlanini frá Beredskabsstyrelsen eina ætlan um, hvussu farast kundi undir eina verkætlan at skipa tilbúgvingina fyri Føroyar. Samskiftisdeildin í Vinnumálastýrinum orðaði síðani ta endaligu verkætlanina í samráð við avvarandi myndugleikar í 1998. Avgjørt varð, at Vinnumálastýrið og Føroya Landfúti hava høvuðsábyrgdina. Endamálið var tá sum nú, at fyribyrgja, avmarka og veita hjálp, tá vanlukkur og katastrofur koma fyri, ella tá stórur vandi er fyri hesum. Tíðarætlanin, sum sett varð í 1998 var 2-3 ár, og evstamark var summarið 2001. Tað er líkt til, at henda tíðarfreist fer at halda. Nógvir partar við Nógvir ymiskir partar hava verið við í arbeiðnum at gera tilbúgvingarætlanina, og hetta hevur tarnað arbeiðnum nakað, men tað er neyðugt at hava so nógvar partar við sum gjørligt. Vinnumálastýrið hevur havt ábyrgdina higartil, men fyri tveimum vikum síðani gjørdi løgmaður av, at flyta ábyrgdina yvir á Fiskimálastýrið, sum nú hevur formannin í stýrisbólkinum. Tó eru tey fleiri av stýrunum undir Landsstýrinum við í stýrisbólkinum. Oljumálastýrið, Heilsumálastýrið, og Vinnumálastýrið hava øll umboð í stýrisbólkinum. Eisini eru Føroya Kommunusamskipan og Kommunufelag tikin við. Umframt tey eru Føroya Landfúti og Løgmansskrivstovan eisini við. Undir stýrisbólkinum situr ein verkætlanarbólkur við átta umboðum, og undir verkætlanarbólkinum eru tríggir katalysatorbólkar, sum taka sær av trimum ymsum økjum í tilbúgvingarætlanini. Tað hevur verið eitt sindur ivasamt um, hvør hevur endaligu ábyrgdina, men nú liggur hon so hjá Fiskimálastýrinum. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen sigur, at tað er sera torført at arbeiða við so nógvum pørtum í Føroyum, og danskir myndugleikar hava verið innblandaðir, men tað er eisini er neyðugt í einum so stórum máli. Tað, sum er mest umráðandi, er at fáa samansjóða tey mongu sjónarmiðini og fáa staðfest, hvør skal hava ábyrgdina av hvørjum, sigur Jørgen Niclasen, sum leggur afturat, at enn er langt eftir á mál. Jørgen Niclasen heldur ikki, at tað hevur verið óheppið, at vit ikki hava havt eina tilbúgvingarætlan klára, nú fyrstu boriloyvini eru givin, tí tað eru fyrst og fremst oljufeløgini, sum hava ábyrgdina av kring pallarnar, men at tað verður klárt innan eitt ár. Jørgen heldur tað verða neyðugt at seta meira orku av í hesi verkætlanini, tí tað er eitt so stórt arbeiði, og fyri at tað skal verða liðugt til tíðina, mugu fleiri fólk setast til tilbúgvingarætlanina. Ætlanin er at gera eina miðstøð, sum skal miðsavna alt virksemið á teimum trimum økjunum. Øki 1 er land, strond og flogvanlukkur. Øki 2 er skip, ferjur og bátar og øki 3 er frálandavirksemi. Nýggja tyrlu Ein liður í tilbúgvingarætlanini er fáa eina nýggja tyrla til landið. Her eru samráðingar við Atlantic Airways í gongd um ein sáttmála, har flogfelagið skal veita eina tænastu við tyrluni. Tað verður sostatt Atlantic Airways, sum skal gera eina íløgu í eina nýggja tyrlu. Enn er einki komið uppá pláss viðvíkjandi hesi tænastu. Tað er Vinnumálastýrið, sum í løtuni hevur ábyrgdina av at flúgving til útoyggjarnar. Um nýggja tyrlan verður keypt skal hon nýtast til leiting og bjarging á landi og sjógvi umframt fiskiveiðieftirlit. Tyrlan verður av miðalstóra slagnum. Tá ávegis frágreiðingin verður almannakunngjørd um nakrar dagar, hava allir partarnir gjørt sínar viðmerkingar til arbeiðið higartil. Myndatekstur: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur nú fingið endaligu ábyrgdina av tilbúgvingarætlanini, og um nakrar dagar verður ein ávegis frágreiðing almannakunngjørd Byrja nú í Leynum Arbeiðið upp á undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi byrjar alment í dag, tá Partafelagið Vágatunnilin handar NCC Vágakonsortiinum arbeiðsplássið í Leynum Leynar: Í dag verður arbeiðsøkið, har byrjast skal at bora Vágatunnilin Streymoyarmegin, alment handað arbeiðstakaranum NCC Vágakonsortiinum. Farið verður so undir sjálvt boriarbeiðið, tá allar fyrireikingarnar eru lidnar. Dagurin í dag er settur sum dagurin, tá byrjað verður upp á sjálvt tunnilsarbeiðið Streymoyarmegin. Miðskeiðis í seinasta mánað varð farið undir at gera arbeiðsveg til tunnilsmunnan á Vágalandinum. Tað arbeiðið gongur eftir ætlan, og væntandi verður borað Vágamegin um eitt hálvt ár. Tað er tíðarfreistin, sett er, frá tí byrjað verður í Leynum. Dávid Reinert Hansen, stjóri í Partafelagnum Vágatunnlinum, sigur, at nú arbeiðsplássið alment er handað arbeiðstakaranum, verður farið undir at gera økið klárt, soleiðis, at farast kann undir sjálva boringina. Økið hevur ligið soleiðis hálvavegna frágingið seinastu tíggu árini, so okkurt er, sum vælast skal um. Okkurt er, sum skal planerast og so framvegis. Eisini varð lagt kloakkfrárensl, tá farast skuldi undir tunnilsarbeiðið seinast. Tann leiðingin varð bara løgd umleið hálva leið ta ferðina. Nú skal hon kannast fyri at vita, um tað, sum lagt er, kann nýtast, og annars skal øll leiðingin gerast liðug, sigur Dávid Reinert Hansen. Boriútgerðin kom í gjár við skipið úr Noreg. Útgerðin varð skipað upp á Langasandi í Kollafirði, og beinanveg klárt er, verður so farið undir at borað, sigur hann. Arbeiðsskúrar, onkur gravimaskina og onnur útgerð komu í seinastu viku. Arbeiðsmegin, sum NCC Vágakonsortiið fer at brúka, verður føroysk og útlendsk. Eisini leiðslan. Umsitingarleiðari fyri verkætlanini undir Vestmannsundi er føroyingurin Herman Lindberg, meðan tveir norðmenn fara at virka sum arbeiðsleiðarar. Altjóða fiskivinnumessa í Runavík Fyrsta altjóða fiskivinnuframsýningin í Føroyum verður hildin í Runavík í døgunum 15. til 17. mai komandi ár Runavík: Í mai mánaða komandi ár verður fyrsta stóra, altjóða fiskivinnuframsýningin nakrantíð hildin í Føoyum. Framsýningin verður á havnarlagnum og í ítróttarhøllini í Runavík. Tað er felagið Atlantic Fair, sum skipar fyri framsýningini. Teir báðir Áki í Skemmuni og Andrias Jacobsen, sum standa aftan fyri felagið Atlantic Fair, hava fingið Virkisráðgeving í Runavík at hjálpa sær við fyrireikingunum. Símun Hammer frá Virkisráðgeving sigur, at hendan framsýningin verður skipað á sama hátt sum tær stóru, altjóða framsýningarnar, føroyingar plaga at vitja uttanlands. Málið hjá fyrireikarunum er at fáa einar 200 fyritøkur at luttaka á framsýningini. Og talan verður um bæði út- og innflutningsfyritøkur, umframt sjálvandi virki, sum hava við fiskivinnu at gera. Tí talan verður um eina fiskivinnuframsýning burturav. Hetta verður størsta framsýning í Føroyum nakrantíð. Eitt er, at fyrireikararnir ætla at fáa einar 200 fyritøkur. Men eisini økið, har framsýningin verður, verður rættiliga stórt. Samlaða fermetratalið, framsýningin fer at fevna um, veðrur einar 5.000. Eitt stórt tjald, sum leigað er til framsýningina, og ítróttarhøllin í Runavík fara at rúma 2.000 fermetrum, meðan hinir 3.000 fermetrarnir vera úti. Framsýningin verður á havnarlagnum í Runavík. Bæði á sjógvi og landi. Umframt havnarlagið við bátahylin, er eisini skipað so fyri, at til ber at sýna fram á sjónum. Eitt nú bátar og trol í fullari stødd. Runavíkar Havn hevur givið tilsøgn um, at økið verður ruddað fyri annað virksemi hesar dagarnar. Tó verður Høganes liggjandi. Hon er ætlað at vera partur av framsýningini. Hetta átti at givið áhugaðum høvi at sæð vøruna betri, enn tá talan er um modell í einum hyli. Til dømis nevna fyrireikararnir plastbátarnar hjá AWI, trol frá Vónini og so framvegis, sum vísast kann fram í sínum rætta umhvørvi. Ein annar fyrimunur, føroyskar fyritøkur fáa av eini framsýning í Føroyum er, at til ber at bjóða kundunum inn á sjálvt virkið at síggja, hvussu vøran verður til, siga fyrireikararnir. Tað er eisini ein eyka reklama í tí. Men tað krevur pláss aðrastaðni enn á sjálvur framsýningarøkinum at hava eina slíka messu. Fyrireikararnir rokna við, at einar 80 útlendskar fyritøkur fara at luttaka á framsýningini. Og einar 300-500 útlendska gestir vænta teir. Hesi fólkini skulu búgva onkustaðni, meðan tey eru her. Arbeitt verður við nógvum møguleikum. Eitt er at fáa eitt hotelskip at liggja á Runavík hesar dagarnar. Ein annar møguleiki er at flyta fólk til ymsu gistingarhúsini í grannalagnum. Tað vil siga alt úr Havn til Eiðis. Gestirnir koma allir við flogfari. Flogfelag Føroya tekur sær av flutningi og gisting hjá teimum, sum koma uttanlendis. Øll framsýningarvøran verður flutt við skipi, siga fyrireikararnir. Roknað verður við, at brúk verður fyri umleið 50 starvsfólkum hesar dagarnar, framsýningin verður. Lýst fer at verða eftir fólki, og tey fá eina upplæring, áðrenn byrjað verður, soleiðis at tey vita, hvat tey skulu gera. Alt skal jú ganga sum eftir ánni, so tað dugir ikki, at hvør ikki veit, hvat hann skal. Kostnaðurin fyri at lutaka verður á leið tann sami, sum slíkt plagar at kosta á slíkum framsýningum úttanlands, siga fyrireikararnir. 1.750,- kr, fyri fermeturin. Básarnir kunnu vera ymiskir til støddar. Tann minsti fer at verða níggju fermetrar, og so er at kalla einki mark uppeftir. Tó má helst eingin vera størri enn 5.000 fermetrar, leggur onkur av fyrireikarunum skemtandi aftrat. Endaliga fíggjarætlanin fyri tiltakið er ikki liðug enn. Tó er greitt, at útreiðslurnar eru mettar til 2,5 milliónir krónur, sum teir vænta at fáa inna ftur í básaleigu, við sponsorpengum o.t. Enn er eingi høvuðssponsorur funnin, siga fyrireikararnir. Men samráðingar eru, og væntandi verður ein klárur nakað skjótt. Postverkið aftur á dagsskránna Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum, vil hava eina endaliga loysn á Postverksmálinum. Í vikuni fer hann á fund við leiðsluna fyri Postverkið John Johannessen Nýggi landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Bjarni Djurholm, ætlar sær í næstum at finna eina endaliga loysn á, hvussu Postverk Føroya skal skipast og rekast. Landsstýrismaðurin ætlar sær í vikuni á fund við Postverkið, soleiðis at hann nágreiniliga veit, hvørjar tankar leiðslan fyri Postverkið hevur um stovnin. Tað er tó heilt greitt, at Bjarni Djurholm ætlar at umskipa stovnin. Hann sær tveir møguleikar fyri hesum. Onnur loysnin er at skipa Postverkið eins og Post Danmark, soleiðis at Postverkið veruður ein sjálvstøðug almenn fyritøka. Hin loysnin er at gera Postverkið til alment partafelag. Seinnu loysnini var Tjóðveldisflokkurin ímóti, tá fyrrverandi landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm skeyt hana upp. Bjarni Djurholm er greiður yvir, at Tjóðveldisflokkurin er ímóti at skipa Postverkið sum alment partafelag, men hann ætlar sær kortini at fáa ta loysnina ígjøgnum, sum hann metir vera best hóskandi. Ætlarnirnar hjá Finnboga Arge um at samansjóða partar av uppgávunum hjá Strandferðsluni og Postverkinum fyri at sleppa undan dupultfunktiónum halda fram. Slept málinum um hvalastuldur Løgreglan hevur slept øllum vónum um at seta fram skuldsetingar móti teimum, sum stjólu hvalir í grindini í Hvannasundi herfyri John Johannessen Løgreglan veit, hvussu menn hava borið seg at, tá 40 hval hvurvu í grindini í Hvannasundi herfyri. Men løgreglan veit ikki, hvør stjól hvalirnar, og tað væntar hon sær heldur ikki at finna út av. Tí hevur løgreglan slept málinum um hvalastuldurin. Tað er nevniliga so, at tey vitnini, sum hava sæð bátar fara avstað við grind, ikki vilja siga løgregluni, hvørjir bátarnir vóru. At stjala grind er brot á revsilógina, eins og allur annar stuldur, og tí metir virkandi sýslumaðurin í Klaksvík, Karl Johansen, grindastuldurin sum eitt álvarsamt mál. Stórt virði Talan er um rættuliga stórt peningaligt virði, sum varð stolið í grindini í Hvannasundi. Verður kiloprísurin á grindini settur at vera 30 krónur, er talan um eina upphædd á góðar sekshundratúsund krónur. Ein vanligur hvalur verður roknaður at vera eini sjey skinn. Hvørt skinnið telur 75 kilo og talan er um 40 hval, sum eru stolnir. Verður hetta faldað, gevur tað eina upphædd á 630.000 krónur. Sostatt kann av røttum sigast, at talan er um sera álvarsaman stuldur. Men kortini hevur sýslumaðurin í Norðoyggjum gjørt av at sleppa málinum á hesum sinni. Næstu ferð grind verður í Norðoyggjum, ætlar løgreglan kortini at vera sera varin og halda eyga við grindini alla tíðina, soleiðis at slíkt ikki hendir aftur. Frá matvørum til teldur Fríggjadagin vóru liðin 50 ár síðani fyritøkan Farodane varð stovnað Tað var í 1949, at Carl Herup Olsen saman við Poul Als Jensen og Børge Husted-Andersen fóru undir eitt kommissionervirki í Keypmannahavn, við tí endamáli at selja alskyns vørur til handlar og virki í Føroyum. Felagið fekk heitið A/S Farodane. Men tað var skjótt, at teir komu eftir, at tað ikki var nóg mikið at sita í Keypmannahavn og keypa inn og selja til føroyingar í Føroyum. Skuldi nóg væl fáast burturúr, var neyðugt eisini at hava sæti í Føroyum, og tí varð gjørt av, at Carl Herup Olsen, sum var fluttur til Danmarkar við familjuni, skuldi fara heimaftur. Soleiðis varð dóttirfelagið P/F Farodane, sum fór til verka 1. september 1950 stovnað. Tá varð hildið til í kjallaranum hjá Emil Juul 'Thomsen í Bókbindaragøtu. Farodane var tá ein vanlig heilsøla, sum fyrst og fremst beyð handlum kring landið matvørur og aðrar dagligvørur, men fekst eisini við útflutning av fiskavørum og øðrum. Í 1954 flutti felagið í egin høli við Tinghúsvegin í Havn, har Landsverkfrøðingurin í dag hevur høvuðsskrivstovu sína. Men síðani Farodane seldi matvørur er mangt broytt. Í 1976 yvirtóku feðgarnir Carl og Ólavur Herup Olsen allan partapeningin í felagnum. Fyritøkan hevði tá í fleiri ár selt roknimaskinur og skrivimaskinur og legði seg seint í sjeytiárunum eftir at selja skrivstovuútgerð og skrivstovuinnbúgv. Hetta gjørdist størri og størri partur av virkseminum hjá felagnum, men tó vóru matvørurnar framvegis 60 prosent av umsetninginum - langt upp í áttatiárini. Í 1980 flutti Farodane av Tinghúsvegnum í nýggj stásilig hús í Hoyvík. Sølan vaks við ferð á øllum økjum, ikki minst innan skrivstovuútgerð, og felagið kom til eitt vegamát. Hóast sølan av matvørum var stór, hildu teir seg síggja skriftina á vegginum. Teir stóru handlarnir løgdu seg meira eftir at innflyta sjálvir, meðan samhandilin við heilsølurnar kom í aðru røð. Í 1987 slepti Farodane matvørunum og øðrum sum hekk uppí. Dentur varð nú lagdur á at gera Farodane til eina tænastufyritøku fyri skrivstovuútbúnað og skrivstovuinnbúgv. Tíliga í nítiárunum fór Farodane undir at selja edv-útgerð. Í fyrsta umfari var talan um teldur frá Toshiba, prentarar og neyðugt tilhoyr. Í 1993 tók felagið yvir T-Mac í Havn, sum seldi Canon kopimaskinur og Macintosh teldurnar frá Apple. Seinnu árini hevur felagið eisini lagt seg eftir at selja viðskiftafólki KT tænastu. Meir enn helvtin av edv-fólkunum arbeiðir í dag við menning og netumsiting. Farodane hevur eisini keypt seg inn í føroyska felagið VisionSoftware, sum selur og mennir fíggjarstýringarskipanina Navision, eins og felagið hevur sett á stovn skeiðstovuna Kvasir. Carl Herup Olsen legði fyri nøkrum árum síðani frá sær sum stjóri fyri aldur, men hann er framvegis nevndarformaður og er inni á gólvinum hvønn dag. Oddagrein: Góðir ambassadørar fyri Føroyar NÚ umleið 10 ár eftir, at Føroyar komu á altjóða fótbóltslandakortið við søguliga sigrinum móti Eysturríki, gjørdi føroyska fótbóltslandsliðið aftur av álvara vart við seg sunnudagin. Landsliðið legði út í fyrsta dystinum í kvalifiseringini til komandi heimsmeistarakapping við einum javnleiki móti Slovenia. VIT vilja saman við øllum føroyingum ynskja landsliðnum tillukku við hesum frálíka úrsliti. Tað var einki minni enn eitt bragd, tá tað eydnaðist okkara monnum at skora tvær ferðir seinastu tveir minuttirnar av dystinum. Lagnunar speisemi kann tað eisini sigast at vera, at Slovenia, sum í EM-kappingini megnaði at vera á odda við trimum málum móti Jugoslavia nærum allan dystin, tá Jugoslavia móti endanum av dystinum kortini megnaði at fáa trý mál. Júst sama gongdin sum í hesum fyrsta HM-kvalifiseringsdystinum móti Føroyum. Spell fyri Slovenia, men gott fyri Føroyar, sum við hesi góðu byrjan hevur lagt upp til eina spennandi framtíð fyri Føroya í altjóða fótbólti. TAÐ eru helst mong, sum ikki hava stórvegis áhuga fyri fótbólti, tá tað um heimligu kappingina viðvíkur, men tá tað ræður um tjóðina - um at vinna Føroyum virðing og heiður úti í heimi, eru helst allir føroyingar áhugaðir og sera fegnir, tá tað gongur okkara landsliði væl. Landsliðið í fótbólti er nakað fyri seg. Tað er líkasum okkara flaggberi úti í heimi, tað er okkara skjaldramerki. Ein týðandi partur av okkara samleika, identiteti. LANDSLIÐIÐ hevur verið við til at marknaðarføra Føroyar og føroyskar fótbóltsspælarar. Tað hevur givið úrslit, tí í dag eiga vit fleiri professionellar fótbóltsspælarar úti í heimi, og einki er at ivast í, at fræg úrslit sum tað móti Slovenia, eru við til at seta ljóskastaran á føroyskar spælarar í altjóða fótbóltshøpi. Og henda positiva gongd er so við til at menna føroysku spælararnar, nakað, sum so aftur gagnar landsliðnum, tí tað harvið fær betri spælarar. NÚ 10 ár eru farin, síðani vit av álvara komu okkum uppí altjóða fótbólt síggjast úrslitini, ikki bert á leikvølli, men eisini í gerandisdegnum. Føroyar eru vornar meira kendar kring heimin gjøgnum okkara fótbóltslandslið. Hetta hevur uttan iva stóran psykologiskan týdning, tá umræður at marknaðarføra Føroyar og føroyska vørur. Ja landsliðið hevur við sínum úrslitum verið við til at menna útflutning og skapa áhuga fyri okkara lítlu tjóð. Her mugu vit ikki gloyma ferðavinnuna, sum eisini er eitt av beinunum, ið okkara búskapur skal standa á. Útlendingar í vaksandi tali velja at vitja hetta lítla forkunnuga landið úti í Atlantshavi, eftir at teir hava hoyrt um tað gjøgnum fótbóltslandsliðið. SEINASTA vikuskiftið var eisini í aðrar mátar merkt av góðum ítróttarúrslitum. Lat okkum beinanvegin ynskja Føroya sterkasta manni, og nú vinnara av stóru kappingini Atlantic Giant, Regini Vágadal tillukku við góða úrslitinum. Eftir at hava stríðst og strevast í fleiri ár hevur tað eydnast hesi føroysku kempuni at røkka einum av týðandi tindunum og vinna heitið Atlantsrisin. Úrslit hansara sigur okkum so mikið, at treiskni, venjing og trúgvin uppá at røkka á mál hevur borið ávøkstur. Sanniliga má sigast, at hetta hevur verið eitt gott og hendingarríkt vikuskifti fyri føroyskan ítrótt og fyri Føroyar sum so. Regin og fótbóltslandsliðið eru kanska okkara bestu ambassadørar. Tillukku enn einaferð og góðan byrð. Sosialurin Fólk og mýs Ikki kunnu vit siga annað enn at varaløgmaður higartil hevur havt eydnuna við sær, tá talan er um at skaða viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Í Útvarpi Føroya segði varaløgmaður millum annað, at tað er ikki rætt at samráðingar fara fram á ein slíkan sjónleikarahátt. Høgni Hoydal metir sostatt at samráðingarnar við danir bert eru ein reinur sjónleikur. Hetta er ein syrgilig staðfesting og eisini ein álvarsom ákara. Men at fara heilt til ST og har skrivliga skuldseta danir fyri beinleiðis ikki at vilja samráðast, er tann grovasta og eisini tann mest skaðiliga ákaran sum nakrantíð er komin frá Føroya Landsstýri. Hvar er tað sømuliga markið? Omaná tær mongu ákarurnar, sum settar eru, vil varaløgmaður nú mæla til, at vit samráðast sum fólk heldur enn at lata okkur trýsta eins og mýs, sum verða fóraðar í búri. Vit eru mong sum stórliga undrast, og spyrja um varaløgmaður ikki kennir nakað sømiligt mark? Sjálvandi ber væl til at samráðast bæði fólkaliga og sakliga við danir, og harafturat er tað eisini líka eyðsýnt, at vit fáa júst tað úrslit, sum fólkið ynskir. Varaløgmaður hevur tí als onga orsøk til at kenna seg sum eina rædda og kroysta mús. Loysing ella sjálvstýri Um vit brúka teir møguleikar, sum verandi skipan gevur, kunnu vit frítt velja millum loysing ella fult sjálvstýri í einum nýggjum felagsríki. Her finst als eingin forðan, og tískil er óneyðugt hjá varaløgmanni at leggja so stóra orku í at oyðileggja viðurskiftini millum føroyingar og danir. Hóttan og ræðumyndir byggja einki land. Mannagongdin skal broytast munandi, og so røkka vit lætt tí máli, sum føroya fólk ynskir, men hetta skal eg venda aftur til í eini komandi blaðgrein. Tórshavn tann 30.08.2000 Trygvi F. Guttesen Suðuroy og økismenning Suðuroy er ein av teimun útoyggjum, sum tørva nýggj arbeiðspláss, fyri at fólk kunnu trívast og harvið blíva verandi á staðnum. Eg havi fyrr skrivað, at mær vitandi hava allir løgtings- og landsstýrismenn sagt, at útjaðarin skal mennast, men tá tað kemur til veruleikan, so eru politikarnir sum oftast orðloysingar, tí har hendur einki, uttan at nevndir og aðrir bólkar verða sett saman, og so sovnar alt burtur. Tað skal ikki so nógv hugflog til frá almennari síðu fyri at útvega nøkur arbeiðspláss í Suðuroy, og kann eg vísa á tvey dømi: 1. Stór yvirskrift í Sosialinum: Næmingar í Havn hava ongastaðni at búgva. Fyri at loysa henda stóra trupulleika, kundu mynduleikarnir, samstundis sum studentaskúlin í Suðuroy verður útbygdur, eisini fingið bygt skúlaheim til næmingar úr øllum Føroyum í Suðuroy. Henda loysnin hevði eisini havt tað við sær, at næmingar ikki høvdu verið noyddir at farið til Danmarkar fyri at fáa sær hesa útbúgving vegna íbúðartrot. At hendan loysnin er tann bíligsta fyri teir almennu mynduleikarnar, kann tað ikki verða nakar ivi um, og at fingið byggiøki í Suðuroy til hesa loysn hevði neyvan verði nakar trupulleiki. Somuleiðis fer tann nýggi SMYRIL at gera ferðingina væl styttri og betri millum Suðuroy og hin partin av Føroyum Økt næmingatal á studentaskúlanum í Suðuroy hevði natúrliga gjørt útboðið til ungfólk í Suðuroy størri, tað er eingin ivi um tað. 2. ONS 2000 framsýning í Stavanger fyri feløg innan oljuídnaðin. Á rundferð til útgerðarhavnir í Stavangerumráðnum kom tað týðiliga fram, at tað vóru ov nógvar útgerðarhavnir, og at hetta hevði við sær, at eingin útgerðarhavn var brúkt fult út, sjálvt í hesum risastóra oljubýi. Ein oljuútgerðarhavn á Drelnesi, sum núverandi politiski myndugleiki hevur tikið undir við, hevði givið Suðuroynni eina natúrliga økismenning, tí hetta virksemi hevði ment seg, soleiðis at allir partar í samfelagnum kundu fylgt við menningini. Teir kommunalu og landspolitsiku mynduleikar og vinnan í Føroyum høvdu havt lætt við at fylgt við menningini, tí økið er avmarkað til eitt pláss, Drelnes, har lítið og einki virksemi er í dag. Hesi bæði tiltøkini høvdu givið Suðuroy ein íblástur, sum er hart tiltrongdur, somuleiðis høvdu hesi bæði tiltøk givið ein áhuga ímillum hesar báðar partar, ungdóm og vinnu, sum uttan iva kom at verða øllum Føroyum til gagns í framtíðini. Finnleif Guttesen Tvøroyri Føroyar stóðu fyri besta avrikinum Útlendsku fjølmiðlarnir halda tað vera eitt bragd, at føroyska landsliðið kláraði javnleik ímóti Slovenia Eyðun Klakstein Tíðindi úr fótbóltheiminum frættast skjótt kring Europa, og ikki minst, tá talan er um óvæntað úrslit í landsdystum. Soleiðis var eisini sunnudagin - 10 ár eftir minniliga sigurin á Eysturríki - tá Føroyar á merkisverdan hátt høvdu klárað javnleik ímóti Slovenia. Tað gekk ikki long tí áðrenn útlendskir fjølmiðlar kundu bera boðini um javnleikin. Danska Ekstrablaðið segði sunnukvøldið í eini yvirskrift, at tað var og teir halda als ikki, at tað var so løgið, at Føroyar spældu so væl ímóti Danmark. Ritzau skrivaði: Ritzau slær eisini fast, at tað finnast ikki longur lættir dystir í altjóða fótbólti. Eitt bragd Íslendska Morgunblaðið kallar føroyska úrslitið óvæntað, meðan norðmenn taka ógvusligari til. Verdens Gang skrivar, at tað var eitt bragd, at føroyingar kláraðu at javna leiðsluna hjá slovenum eftir fáum minuttum. Blaðið heldur fram: Størstu hetjurnar Danska Berlingske Tidende heldur, at tað føroyska avrikið var tað besta í landsdystunum um vikuskiftið: skrivar blaðið. Sviiar halda, at tað var ein sensatión, at føroyingar megnaðu at koma afturíaftur, eftir at hava verið aftanfyri 2-0. skrivar svenska blaðið. Allan sólaði sær Venjarin hjá føroyska liðnum rósti sínum monnum fyri sannførandi avrik í 2. hálvleiki, tá teir brúktu bæði kropp og høvd Tað var ein sera fegin Allan Simonsen, sum eftir dystarlok hitti føroysku og slovensku pressuna: Eg var illa heitin av fyrra umfarinum. Okkara spælarar høvdu stórar trupulleikar. Vit spældu ikki væl, men tað skal undirstrikast, at vit í 1. hálvleiki spældu ímóti sovornum snillingum, sum vit sjáldan hava sæð á Svangaskarði. Teir vóru fantastiska góðir við bóltinum. Teir samanspældu væl, og teir fluttu seg so mikið nógv, at krøvini til okkara spælara gjørdust ógvuliga stór. Allan Simonsen vísti eisini á, at í 1. hálvleiki skiftu mótstøðumenninir spæliskipan alla tíðina. Í útgangsstøðu vóru teir sera framrættaðir í 3-4-3 skipan, men so skiftu teir aftur og aftur, og tað hevði við sær, at føroysku spælararnir alla tíðina av nýggjum skuldu taka bestikk av støðuni og tillaga seg. Meiri búff Allan Simonsen hevði sína frágreiðing til, at myndin broyttist fullkomuliga í 2. hálvleiki: Í steðginum segði eg við spælararnar, at 1-0 til teirra kundu vit ikki brúka til nakað sum helst. Tann tíðin er farin, tá vit skulu vera nøgdir við tepurt tap ímóti teimum stóru. Um vit taptu við einum ella tveimum málum var líka mikið. Tað, sum ráddi um, var at javna. Spælið varð nógv øðrvísi í 2. hálvleiki? Vit fingu betri tak á tí. Eg visti, at slovenunum líkaði illa, tá norðmenn spældi ímóti teimum við at brúka kroppin nógv. Hetta vápnið høvdu vit als ikki brúkt í 1. hálvleiki. Dómarin gjørdi tað torført hjá okkum, men eg segði við spælararnar, at teir skuldu geva teimum meiri búff. Tað vil siga, at vit skuldu brúka kroppin meiri. Tað eydnaðist í 2. hálvleiki at fara í nærdystir við mótstøðumenninar. Tað var týðuligt, at hetta líkaði teimum heilt illa. Tað var skjótt, at teir fóru at hyggja upp á dómaran og út á beinkin, meðan teir veipaðu við ørmunum. Tá visti eg, at vit vóru á rættari leið. At teir so øktu til 2-0 staðfesti bara, hvussu vandamiklir teir eru, sjálvt um teir eru nógv kroystir. Okkara spælarar megnaðu at skora tvær ferðir, og eg kann ikki rósa teimum nóg mikið fyri tað. Teir høvdu tað so rudduliga uppiborið. Men tað hava vit so ofta áður hildið, tá mótstøðumenninir eru farnir úr Føroyum við øllum stigunum. Broytingin Allan Simonsen ásannaði, at hansara menn høvdu havt tað torført í síðunum í 1. hálvleiki: Vit høvdu broytt miðvølllin soleiðis, at Sámal Joensen var mitt á og tók sær av Milan Pavlin, meðan John Petersen lá longri úti í høgru, har hann skuldi hjálpa Allani Mørkøre. Serliga í 1. hálvleiki høvdu vit trupulleikar av hesum. Allan hevði í Mladen Rudonja ein sera skjótan og hugflogsríkan mótstøðumann, og tá John hevði ilt við at finna seg til sættis í nýggja leiklutinum, gjørdist tað meiri opið. Í 2. hálvleiki settu vit okkum so mikið á teir, at hesin trupulleikin var nógv minni. Hvønn týdning leggur tú í, at eitt stig fekst burturúr fyrstu royndini í hesi undankappingini? Ómetaliga stóran týdning. Eitt er, at tað verður hugaligari í næsta mánað at fara niður til Sveis og Jugoslavia, og at tað verður spennandi at fáa øll hini londini higar komandi ár. Men fyri føroyskan landsliðsfótbólt hevur tað uppaftur meiri at siga, at spælararnir við sovornum úrslitum styrkja um sjálvsálitið. Eg havi leingi sagt, at stigini hava nærkast í hvørjum. Tað havi eg gjørt, tí spælið hevur verið til tað. Trupulleikin hevur verið mentalur. Spælararnir hava havt eina innbygda brremsu, sum hevur gjørt, at teir hava ikki torað at rokna við, at tað skuldi eydnast, og sovorðið hevur árin á avrikið og úrslitið. At teir megna at fáa stig og serliga at teir megna tað, eftir at teir so stutt undan leikloki hava verið aftanfyri við tveimum málum, rokni eg við fer at hava stóran týdning fyri framtíuðar avrik, segði ein fegin landsliðsvenjari. Nógv er broytt, síðani fyrsta landsdystin hjá tær í 1994, tá Grikkaland vann 5-1 á Svangaskarði? Avgjørt. Gongdin hevur verið nátúrlig. Spælararnir hava nógv meiri altjóða royndir nú. Tað verður vant meiri í føroysku feløgunum nú, enn tað varð gjørt fyri seks árum síðani, og tað hevur stóran týdning fyri landsliðið, at nógvir spælarar eru í útlendskum feløgum. Mistøkini eru færri, og eftir eitt sovorðið avrik og úrslit eiga vánirnar fyri framtíðini at gerast uppaftur bjartari. Evstamark og dómaraseðlar Nýtt evstamark hjá ítróttinum og enn ein áheitan til feløgini um at senda okkum dómaraseðlarnar Tær broytingar, sum hava verið á Sosialinum seinastu tíðina í sambandi við prenting o.a., merkjast nú eisini á ítróttarblaðnum. Størsta broytingin er tann, at evstamarkið hjá ítróttinum nú er flutt fram til klokkan 11.00 fyrrapart. Hetta merkir eisini, at alt tilfar, sum fólk vilja hava við í ítróttarblaðið, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnukvøldið. Hetta hevur eisini staðið viðmerkt á síðu 2 í ítróttarblaðnum, men higartil hevur tað verið so, at tilfar, sum kemur tíðliga mánadag, eisini sleppur við, um pláss er fyri tí. Soleiðis verður tó ikki longur, tí frá nú av kemur tilfar, ið vit ikki hava fingið sunnukvøld, snøgt sagt ikki við í ítróttarblaðið. Dómaraseðlarnir Í hesum sambandi fara vit eisini enn einaferð at heita á tey ymsu fótbóltsfeløgini kring landið um at senda okkum dómaraseðlarnar frá dystunum í 1. og 2. deild hjá monnum skjótast gjørligt. Saman við Dimmalætting sendu vit eina tílíka áheitan út til feløgini longu undan kappingarbyrjan, men tíverri tykist tað ikki, sum um feløgini - við B71 sum einum einstakum undantaki - hava tikið hesa áheitanina til eftirtektar. Tað er ikki løtuverk at gera fótbóltshagtøl, men vit halda, at tey eru neyðug fyri at umrøðan av føroyska fótbóltinum skal vera so fullfíggjað sum gjørligt, og tað man eisini hava áhuga hjá teimum, ið varða av fótbóltinum her á landi. Onkuntíð tykist tað tó sum um feløgini ikki eru serliga áhugað í hesum. Ítróttarblaðstjórnin teldupostur: jakup@sosialurin.fo telefaks: 31 47 20 Nú vinna føroyingar upp á konditiónina Bóltsnillingarnir av Balkan gloymdu at binda kjaftbandið, og so bjargaði frágera góði endaspurturin føroyingum javnleik og ljósar vónir í nýggju HM undankappingini Vit menniskju gloyma, ja gloyma so skjótt, verður tikið til í einum vøkrum sálmi. Hetta er satt á øllum økjum í lívinum. At tað eisini er galdandi í fótbóltslívinum, kunnu øll tey, sum nutu summarveðrið á Svangaskarði sunnudagin skriva undir uppá. Tá 85 minuttir vóru farnir, skoraði innskifti Milan Osterc. Føroyingar høvdu í góða løtu trýst fyri at javna til 1-1. Miðverjarnir otaðu seg alt longri fram á vøllin. Ein sending frá Jens Kristiani Hansen miseydnaðist, stungið varð frameftir miðásinum, Osteric megnaði at halda eitt sindur tøvandi Óla Johannesen aftanfyri seg, og tá hann kom í brotsteigin til vinstru, megnaði hann at senda flatt í handara síðunetið. 2-0 og fleiri fóru til gongu. Kenslan var, at veðrið hevði verið fínt, men tað fótbóltsliga var einki at minnast aftur á. Føroysku spælararnir høvdu í 1. hálvleiki meiri enn trupult at sleppa úr 3. geari. Tað sama hevði verið galdandi fyri áskoðararnar, og úrslitið hevði verið, sum tað so mangan áður hevur verið. Tað er strevið at vera lítil í altjóða høpi. Tey stóru kunnu spæla illa og alíkavæl fara úr Føroyum við øllum stigunum, mundi mala í høvdinum á mongum. Men so var tað, at tað, sum hevði vent niður, fór at koppa sær á, og eftir tveimum minuttum var alt vent á høvdið. Og tá teir 3.200 áskoðararnir fóru av Svangaskarði var tað við einum sterkum ráka av, at hetta hevði verið ein fínur seinnapartur. Føroyingar høvdu enn eina ferð hálva vegna fingið bilbukt við ein av teimum stóru, og tað var sjálvsagt hugaligt. So hugaligt, at øll ætla sær at koma aftur komandi ár, tá Russland, Jugoslavia, Sveis og Luksemburg koma til Føroya. Upp í loft Tað varð sett punktum fyri landsliðsárinum heima á landi sunnudagin. Og tað vóru seinastu tríggir minuttirnir, sum so at siga bjargaðu tíðini í hi. Jóhannes Joensen, sum stóð seg væl tað lítla korterið, hann var á vongverjanum í høgru, smekkaði móti málinum, eftir at langt innkast frá Allani Mørkøre hevði verið bent úr aftur brotsteiginum. Flata skotið fór millum vinir og mótstøðumenn í tætt fólkaða brotsteiginum, og Uni Arge hevði síðsta fótin á og stýrdi bóltinum í málið. Fýrverkið dundi omanfyri Svangaskarð, og tað kom av álvara futtur í áskoðararnar. Um teir framvegis vóru á sínum plássi, um teir vóru á veg av stadion ella um teir vendu aftur, so var tað felags fyri teir allar, at nú var stuðulin til landsliðið eitt hundrað prosent. 4. dómarin vísti skiltið, at tríggir minuttir vóru lagdir afturat, og slovenararnir skiftu fólk í eini roynd at draga tíðina út. Men nú hefti einki fyri hjá føroyingunum. Taklingarnar høvdu í størra partin av tíðini verið hálvhjartaðar, hálvu bóltarnir vóru farnir skeiva vegin, men nú var saft og kraft í, og bóltarnir fóru rætta vegin. Allan Mørkøre, sum hevur spælt nógvar meiri sannførandi landsdystir enn henda, tiltuskaði sær eitt fríspark dygst uttanvert brotsteigin eitt sindur til høgru fyri málið. Øssur Hansen hevði longu ímóti Danmark givið ábendingar um, at hetta var ein ynskistøða fyri hann. Fólkið helt ondini, meðan slovenararnir bryggjaðu verjugarðin, og so small bólturin í nettakið dygst frá stólpa og tvørtræ, meðan málverjin stóð sum kánus. Venjarin og øll hin i á beinkinum fegnaðust saman við spælarunum og áskoðarunum. Slovenararnir stóðu sum negldir, og tá finski dómarin, sum á yvirhøvur ongan hátt var heimadómari - heldur var tað tvørtur ímóti - bríkslaði fyri síðstu ferð, kendist tað sum um, at eingin føroyingur vildi sleppa stóra fagnaðinum í góðveðrinum. Hugflogsríkir Fyrra umfarið var tað lítið, sum bendi á, at føroyingarnir skuldu fáa stig. Todi Jónsson stútaði hundrað prosents møguleika við síðuna av, eftir at John Petersen hevði stungið Allan Mørkøre leysan í høgru, og hesin hevði sent neyvt innfyri málið. Og úr eitt sindur trongdari støðu stútaði Julian Johnsson við handara stólpan við síðuna av, eftir at Allan Mørkøre hevði lagt fríspark innfyri úr høgru. Slovenarar gjørdu tað torført hjá føroyingunum. Sum í EM endaspælinum vístu teir stórt hegni við bóltinum. Við framúr væl upplagda Mladen Rudonja í vinstru, og Ales Ceh og Miran Pavlin sum bindiliðum á miðvøllinum vóru teir skjótir og hugflogsríkir. Í útgangsstøðu vóru teir skipaðir í 3-4-3. Teir spældu nógv eitt tvey og við bóltyvirtøkum, og teir megnaðu sum sjáldan sætt áður at taga báðar tær føroysku síðurnar sundur. Spentu støðurnar frammanfyri føroyska málinum vóru heilt nógvar, og tað hevði avgjørt einki forgjørt verið í tí, um mótstøðumenninir eftir fyrra umfarið hevði verið á odda við tveimum ella trimum málum. Men teir vóru tøvandi í avgerandi støðunum, og fyri føroyingarnar var tað gull vert, at miðverjarnir vunnu so at siga allar teir høgu bóltarnar, sum komu í brotsteigin, og at Jákup Mikkelsen vísti stórspæl , tá tað rættuliga vóru boð eftir honum. Leiðslumálið miðskeiðis í 1. hálvleiki hevði leingi hingið í luftini. Hornasparksinnlegg úr høgru varð stútað á handaru samankomingina, áðrenn Jákup Mikkelsen hálvbjargaði fløtum skoti úr seytjan metrum. Saso Udovic var fyrstur á returinum, og so var mál. Tað komu ikki fleiri mál í fyrra umfarinum, og tað kendist sum ein lætti, tá tað varð bríkslað fyri steðginum. Slovenararnir høvdu verið boysnir. Føroyingnir høvdu havt lítið álopsspæl, teir høvdu ligið ov langt frá mótstøðumonnunum, og tá teir endiliga høvdu roynt at takla, var finski dómarin heilt ómøguligur. Sannførandi Seinna umfarið tørnaði heilt øðrvísi út. Slovenararnir spældu lítið. Teir fóru niður í ferð, teir løgdu seg aftur á vøllin, og í staðin fyri framhaldandi at gera nyttu burtur úr góða bóltførleikanum, kvikleikanum og hugflognum, fóru teir til stóra iðran fyri neyðars venjaran, Srecko Katanec, at sparka høgt og langt. Føroyingarnir fingu yvirvág. Álopsspælið fleyt ongantíð av tí besta, men tað var meiri tyngd í. Tað mesta gekk fyri seg á slovensku hálvuni, og síðsta hálva tíman kendust dreymarnir um útjavnandi málið ikki heilt burturvið. Sámal Joensen, ið rann sum ongantíð áður, tetti í verjupartinum og fylgdi bólthaldaranum, fekk skapandi leiklut, Øssur Hansen og Allan Mørkøre komu til fleiri innlegg, Julian Johnsson helt fram at renna sólina svarta, og miðverjarnir bjóðaðu seg allir til í álopspartinum. Todi Jónsson noyddist at taka seg burturúr, men Kurt Mørkøre legði saman við Una Arge alla orku í. So var tað, at kalda pøsin varð oyst omanyvir føroyska felagsskapin á Svangaskarði. Slovenararnir øktu til 2-0, og alt tóktist vera yvirstaðið. At føroyingarnir bæði likamliga og sinniliga megnaðu at halda fram tænir spælarunum til stóran heiður. Dømini eru so mong um, at mótstøðuliðini hava skorað trý, fýra og fimm mál í 2. hálvleiki. Soleiðis var tað ikki hesa ferð. Føroyingar skoraðu tvey mál í evstu løtu, og nú hava allar europeiskar fótbóltstjóðir fingið gula kortið: Í Føroyum verður tað ikki sum at siga tað at fáa øll stigini, og tað er ikki óhugsandi, at onkur komandi ár fer at fara higani við ongum. Føroysku landsliðsspælararnir fóru av landinum í gjár, og teir kunnu uttan himpr hyggja allar teir útlendsku liðfelagarnar í eyguni. Avrikið á Svangaskarði var flott, og tað ger tað hugaligt at hugsa um komandi landsdystirnar! Pílurin boygnaði uppeftir Fyri flestar av føroysku leikarunum var felagsnevnarin sunnudagin, at teir eftir ein minni góðan fyrra hálvleik spældu ein betri seinna hálvleik Jákup Mørk 2-2 javnleikurin móti slovenum fer ivaleyst at standa frammarliga í minni hjá bæði leikarum og viðhaldsfólkum hjá landsliðnum. Gleðin um javnleikin kann tó ikki káva útyvir, at føroyska liðið í fyrra hálvleiki tóktist at hava ein av teimum ringu døgunum, men tíbetur broyttist hetta seinna umfarið. Niðanfyri verður gjørt ein roynd at lýsa avrikið hjá einstøku leikarunum, og sum heild er tað sama at siga um leikararnar, sum um dystin. Fyrri hálvleikur var lakur, meðan nógv meira ferð kom á seinna umfarið. Jákup Mikkelsen, Herfølge BK 15 dystir/0 mál Eftir gerabýti við Jens Martin Knudsen í dystinum móti Danmark var Jákup aftur fyrsta val millum stengurnar sunnudagin, og hesa uppgávuna loysti hann til reint UG. Var sera tryggur, tá boð vóru eftir honum, og tey bæði slovensku málini kann málverjin ikki lastast fyri. Er sera týdningmarkikil í føroyska verjuspælinum, tí bótførleiki hansara ger, at spælararnir altíð kunnu spæla bóltin til hansara. Eisini hóast hetta í ávísum førum sá rættuliga vágafult út. Hans Fróði Hansen, Sogndal IL 13/1 Spældu sum vit eftirhondini eru von við at síggja hann. Við stórum myndugleika í luftrúminum, og kom eisini væl ímillum nakrar ferðir, tá slovensk álop skuldu steðgast. Hevur tó framvegis trupulleikar í avspælinum, men sunnudagin var hetta partvíst orsakað av, at avleveringsmøguleikarnir í nógvum førum vóru sera fáir. Tykist tó at hava ment seg nógv í spælinum á jørðini, síðani skiftið til Sogndal, og stendur menningin við, eigur hann uttan iva nógvar dystir afturat á landsliðnum. Óli Johannesen, AGF 46/1 Verjuskansin taldist aftur hesuferð millum teir stinnastu á føroyska liðnum. Tóktist sera tryggur í verjupartinum, og sýndi eisini leiðaraevni, tá hann av aftasta manni stýrdi verjufelagum sínum. Tað kemur tó framvegis nakað ofta fyri, at adressuleysir bóltar verða sendir niðan eftir vøllinum, men eins og tað var galdandi hjá Hans Fróða, komst hetta eisini av, at so fáir leikarar bjóðaðu seg fram. Einki er at ivast í, at Óli stevnir móti teimum fimti dystunum við fullari ferð. Jens Kristian Hansen, B36 36/2 Saman við verjufeløgum sínum var Jens Kristian partur av teirri føroysku eindini, sum samanumtikið riggaði best. Føroyski liðformaðurin, sum at enda fekk eina ógloymandi føðingardagsgávu frá systkinabarninum, Øssi, leikti við stórum myndugleika allan dystin. At hann eisini megnar at blanda seg í spælið, samstundis sum hann hevði til uppgávu at ansa størstu slovensku stjørnuni, Zahovic, vitnar eisini um klassa. Tað dregur tó niður, at 2-0 málið kom eftir eina misskiljing millum liðformannin og Kurt Mørkøre. Ein kundi framvegis ynskt, at Jens Kristian hoyrist betri sum liðskipari, og kanska er hetta eisini um at koma, tí í einstøkum førum sunnudagin var hann langt uppi á vøllinum, fyri at leiðbeina viðleikarum sínum. Allan Mørkøre, HB 51/1 Hóast vánaliga avrikið móti dønum, hevði Allan fingið afturval til dystin móti Slovenia, og hann prógvaði eisini í ávísan mun, at hann framvegis skal teljast millum teir føstu á landsliðnum. Tað væntar tó nakað, áðrenn hann er á sama støðið, sum hann fyrr hevur sýnt, og serliga í fyrra hálvleiki hevði hann sera stórar trupulleikar í verjupartinnum, har hann fleiri ferðir varð yvirspældur. Eins og flestu viðfelagarnir spældi hann seg tó væl upp seinna umfarið. At hann fekk betri fatur í verjupartinum viðførdi eisini, at hann gjørdist meira frígjørdur í framrættaða spælinum. Tað telur sjálvandi eisini við, at hann var upphavsmaður til útjavningina, tá hann fekk frísparkið, sum Øssur skoraði uppá, eins og hann í fyrra hálvleiki sendi eina perlu av einum innleggi móti høvdinum á Toda. Julian Johnsson, Sogndal IL 34/1 Í heildarmetingini av avrikinum var Julian avgjørt millum bestu føroysku leikararnar. Einamest tí hann altíð leggur eitt rimmar arbeiðsavrik eftir sær. Var í fyrra hálvleiki eitt av fáu føroysku ljóspunktunum, og eisini í seinna hálvleiki var hann sjónligur, tó at fleiri liðfelagar tá nærkaðust støði hansara. Seinastu dystirnar hevur tað eisini tókst, at nógv størri umhugsni liggur aftan fyri avgerðir hansara, og ger hetta, at meira nytta fæst burtur úr arbeiðsgrevinum. Bóltførleikanum væntar tó framvegis nakað, og tað kom eisini nakrar ferðir fyri, at dragingar hansara gjørdist ov langar. Sámal Joensen, Leiftur 17/0 Í fyrra hálvleiki var Sámal langt undir tað, hann vanliga megnar at vísa, og í hvussu so er hesa løtuna mundi talan vera um lakasta avrik hansara í føroyska landsliðsbúnanum. Fekk eins og vanligt fatur í nógvum bóltum, men alt ov ofta vórðu hesir tveittir burtur, eins og hann alt ov ofta misti bóltin, tá hann royndi at draga framvið mótstøðumonnum Eins og liðfelagarnir kom gøtumaðurin tó betri við í seinna hálvleiki, og móti endanum av dystinum, taldist hann millum mest sjónligu leikararnar á føroyska liðnum. Fekk tá fatur í enn fleiri bóltum, men feilavleveringarnar vóru framvegis dekan ov nógvar í tali. At tað ongantíð kom upp á tal at skifta miðvallaran út, boðar tó frá, at venjarin framhaldandi hevur stórt álit á Sámali, og tað er helst einki at ivast í, at komandi avrik hansara fara at verða meira sannførandi. John Petersen, Leiftur 27/2 Skálamaðurin megnaði so at siga ongantíð í dystinum at átaka sær tann leiklut, sum hann aloftast hevur havt á føroyska landsliðnum. Sjáldan megnaði hann at halda upp á bóltin, og serliga í fyrra hálvleiki vóru sendingarnar oneyvar og bólttapini nógv. Undantakið var tó, tá hann við frágera væl sendi Allan Mørkøre avstað í vandamesta føroyska álopinum fyrru trý korterini. Heldur ikki í seinna hálvleiki megnaði John serliga sannførandi at seta sítt frámerki á dystin, so fyri hansara viðkomandi verður tað einamest orsakað av úrslitinum og dramatikkinum í hesum, at dysturin verður varveittur í hugaheiminum. Øssur Hansen, B68 40/2 Á heimabeitinum, Svangaskarð, mundi Øssur vera týðiligasta dømi um misjavna føroyska avrikið í ávíkavist fyrra og seinna hálvleiki. Fyrstu trý korterini hevði hann alstórar trupulleikar í verjupartinum, og hóast hann í fleiri førum kom væl framvið, tóktist trupult at senda bóltarnar innfyri. Seinna hálvleik var fullkomuliga viðvent í holuni, og stórur partur av føroysku álopsroyndunum komu úr hansara borði. At hann so at enda kundi krúna verkið við at senda eina frísparksperlu upp í slovenska málhornið, og harvið geva systkinabarninum eina ógloymandi føðingardagsgávu, setti bara prikkin yvir i'ið. Uni Arge, ÍA Akranes 31/7 Hóast hann í summar hevði ein langan steðg vegna skaða, tykist Uni longu at hava funnið stevið aftur. Arbeiddi meira enn vanligt allar 90 minuttirnar, og hóast stuðulin frá miðvøllinum til tíðir var sera lítil, royndi hann alla tíðina at arbeiða fyri liðnum. Málið var eitt rættuligt forward-mál, har vakurleikin kemur í aðru røð, og soleiðis eigur ein áleypari eisini at hugsa. Hóast kappingin um álopsplássini er harðna, nú Kurt er við aftur, tykist Uni á ongan hátt at vera fallin í fátt, tvørturímóti. Todi Jónsson, FC København 41/9 Størsta føroyska stjørnan vísti serliga í fyrra hálvleiki, at hann eisini er maður at liva upp til heitið. Slovenar tóktust hava stóra virðing fyri honum, og hóast arbeiðsumstøðurnar als ikki vóru av teimum bestu, gekk hann á odda fyri liðfeløgunum allan hálvleikin. Seinna umfarið var hann ikki eins eyðsýndur, men hetta komst av, at liðfelagarnir nú komu betri við í spælið, og ikki øvugt. Noyddist út, tá skaðin í lærinum breyt upp, men fram til tá var hann klárt besti føroyski leikarin. At hann so hevði sínar trupulleikar við at sleppa út um síðulinjuna er ein onnur søga, men alt endaði væl, tá hann takkaði dómaranum fyri ómakin. Kurt Mørkøre, Sogndal IL 31/2 Kom á vøllin, tá Todi Jónsson noyddist út, og í nógv størri mun enn móti dønum, megnaði hann at seta dám á dystin. Við styrki síni royndi hann fleiri at troka seg fram um mótstøðumenn sínar, og eina góða roynd við høvdinum gjørdist eisini talan um. Hóast tað enn ikki tykist soleiðis, at hann hevur skúgvað Una Arge til viks í kappingini um næsta álopsplássið, so prógvaði hann í øllum førum, at hann er eitt upplagt alternativ til sessin. Jóhannis Joensen, HB 7/0 Kom á vøllin fyri ein skaddan John Petersen, og fall sera væl inn í spælið alt fyri eitt. Tóktist róligur, tá hann hevði samband við bóltin, og sýndi eisini dirvi og frekleika, tá hetta gjørdist neyðugt, og tað er gleðiligt at staðfesta, at hann nú tykist vera komin rættuliga fyri seg aftur. Sýndi eisini sjálvsálit, og royndi seg í tveimum førum við skoti útifrá, tá bólturin kom út úr slovensku verjuni. Annað av hesum endaði eisini í málinum, umvegis fótin hjá Una Arge. Myndatekstur: Todi Jónsson var í fyrra hálvleiki fleiri flokkar omanfyri flestu av liðfeløgum sínum, og við eitt sindur av hepni, kundi hann eisini lagt Føroyar fram um Mynd: Álvur Haraldsen Kundi ikki veri betri Førðingardagsbarnið, Jens Kristian Hansen, var fegin um gávuna frá systkinabarninum, Øssi Hansen Jákup Mørk Tað var ein fegin føroyskur liðformaður, sum eftir dystin takkaði fyri seg á hesum sinni. Leiðin gekk til aftur til Havnar, har hann saman við familjuni skuldi fáa sær ein góðan bita. Spurdur um hann var nøgdur við føðingardagsgávuna, sum liðfelagarnir høvdu givið honum, svaraði liðformaðurin, at tað var hann so avgjørt. Hatta var góð gáva, og tað so ikki hendi fyrr enn móti endanum av dystinum gjørdi bara alt nógv stuttligari. So slapp man eisini undan at hoyra hasi niðursetandi orðini sum >>fisherman<< og >>go back to fish<<, sum meira enn eina ferð komu frá slovensku leikarunum, helst Jens Kristian heldur speiskliga fyri. Um dystin sjálvan helt hann annars, at fyrri og seinni hálvleikur vóru sum dagur og nátt. Fyrri hálvleikur var als ikki góður frá okkara síðu. Vit fingu ongantíð fatur á slovensku leikarunum, sum fluttu seg sera væl, og veruliga sýndu, hvussu góðir teir eru. Í seinna hálvleiki fingu vit tó nógv betur fatur á teimum, og sjálvur haldi eg, at vit meira ella minni dominera seinna hálvleikin. Men mistu tit ikki mótið, tá teir so koma upp á 2-0? Jú, tað var rættuliga deprimerandi. Teir eru so at siga púra ófarligir, og so fáa teir ein møguleika, tá Kurt og misskilja hvønn annan. Verjuleikarin hjá teimum sá ikki so mikið sum út til at avlevera bóltin, men sparkið hjá honum spældi so ein áleypara frían. Tíbetur megnaðu vit kortini at reisa okkum, so alt í alt varð talan um ein góðan dag. Hugsar ikki um mótstøðuna Undir dystinum hevði Jens Kristian annars til uppgávu at verja størstu stjørnuna á slovenska liðnum, Zlatko Zahovic. Um hetta hevði ávirkan á spæl hansara, segði Jens Kristian, at tað hevði tað ikki. Tað er fullkomuliga líkamikið, hvør beinleiðis mótstøðuleikarin er. Tað er so ikki nakað, sum eg hugsið serliga nógv um undan einum dysti, svaraði hann. Út frá hesum seinasta kann so staðfestast, at føroyska landsliðið veruliga hevur lært nakað seinastu 10 árini. Í hvussu er er líkt til, at ovurhonds stóra virðingin fyri mótstøðumonnunum er burtur, nú 10 ára dagurin fyri sigurin á Eysturríki nærkast. Á 29 ára degnum fekk Jens Kristian eina ógloymandi føðingardagsgávu frá liðfeløgum sínum Mynd: Álvur Haraldsen Burtur úr vón og viti Vónbrotni slovenski venjarin skilti ikki, at hansara spælarar í 2. hálvleiki fullkomuliga mistu málið úr eygsjón og góvu føroyingum eitt stig Tað er eitt slítandi starv at vera landsliðsvenjari. Srecko Katanec var ógvuliga vónbrotin, tá hann seint seinnapartin sunnudagin hitti slovensku og føroysku pressuna. Sum ein annar reiðari hevði hann síðstu løtuna sæð sína skútu kollsigla, og hann mundi vita, at heima í Slovenia fóru avbukingarnar í pressuni at vera nógvar: Fleiri av spælarunum hjá okkum eru skaddir, so teir kann eg ikki brúka. Um eg skuldi sett liðið av nýggjum, so hevði eg valt akkurát teir somu spælararnar, sum byrjaðu í dag. Avrikið í 1. hálvleiki vísti eisini, at vit høvdu fullkomuliga tak á tí. Vit fingu eitt mál, og eg haldi, at vit áttu at havt skorað eitt ella tvey mál afturat. Høvdu vit havt gjørt tað, so hevði alt verið avgjørt. Tíverri gekk tað ikki soleiðis. Hvat gav tú tínum monnum boð um í steðginum? Eg segði við teir, at teir skuldu halda fram, soleiðis sum teir høvdu spælt. Men nú má eg staðfesta, at tað gjørdu teir yvirhøvur ikki. Eg segði ikki við mínar menn, at teir skuldu leggja seg aftur á vøllin og geva iniativið til føroyingarnar, men tað var akkurát tað, sum okkara spælarar gjørdu. Eg skal rósa føroyingunum fyri teirra ídni og nærlagni, men mínar gjørdu tað lætt fyri teir í 2. hálvleiki. Tað var eingin ætlan og idé í tí, okkara menn fyritóku sær. Teir sparkaðu í staðin fyri at spæla, og úrslitið var, at vit síðstu tveir minuttirnar mistu tvey stig. Tað var ússaligt. Hvusu verður nú við framtíðini? Tað nyttar einki hjá mær at vera pessimistiskur ella optimistiskur. Eg má vera realistiskur. Tað eru níggju dystir og 27 stig at spæla um. Vit hava framvegis møguleikan at avgera alt sjálvir, og tað ætla vit okkum. Undan dystinum í dag hevði eg aftur og aftur undirstrikað fyri mínum spælarum, at tað fór at verða trupult. Tað gjørdist akkurát so trupult, sum eg hevði roknað við. Eg rokni við, at øll hini liðini fara at hava tað trupult, tá tey koma til Føroya. Tað er einasti uggi hjá okkum, eftir at vit hava søplað tvey stig burtur her í dag, segði slovenski venjarin, Srecko Katanec, áðrenn hann ynskti Allani Simonsen góða eydnu í komandi dystunum. At hann gjørdi tað, er væl skiljandi. Tað kann fara at vísa seg at vera avgerandi fyri møguleikarnar hjá Slovenia, at Føroyar taka stig frá hinum tjóðunum. jh Kæran frá B36 varð avvíst Kappingarnevndin hevur gjørt av at avvísa kæruni hjá B36 um dystin, B36, B71 Jákup Mørk Fyrr í vikuni skrivaðu vit, at B36 hevði kravt, at dysturin móti B71 (B71 vann 4-2) skuldi leikast av nýggjum. Orsøkin til hetta var, at dómarin, meðan støðan framvegis var 2-2, hevði gjørt eitt somikið álvarsligt mistak, at tey í B36 mettu hetta hava ávirkan á dystin. Kappingarnevndin vísir í avgerð síni til grein 9 í >>Reglur fyri dómsnevndir inna ÍSF og veriðgerð av kærum<<. Í hesi verður skrivað: >>Sersambond, deildir ella dómsnevndin kunnu gera úrskurð viðvíkjandi øllum virksemi og leiki innan sersambandið/deildina, íroknað tulking av lógum og samtyktum, frátikið tó: 1. At strika meistaraheiti 2. At broyta meting dómarans í kapping 3. Dómararns góðkenning ella ikki góðkenning av kappingarvøllu og umstøðum<< Tað er petti 2 í hesum, sum kappignarnevndin hevur hildið seg til, og metir nevndin seg við hesum ikki hava heimild til at gera nakað sum helst við dómarans avgerð, og er málið avvíst við teirri grundgevin. B36 kærir Kristian á Neystabø, formaður í B36, var sum so ikki bilsin um úrslitið av viðgerðini hjá kappingarnevndini. Kappingarnevndin hevur sum so ikki møguleika at viðgera kæruna, og hetta vóru vit greiðir um frammanundan. Málið hoyrir heima í dómsnevndini, tí talan er um prinsippmál, sigur formaðurin hjá árstalsfelagnum. Víðari segði han, at einasta orsøk til, at málið fyrst varð beint í kappingarnevndina. Eisini vísir hann á, at tað málið í Danmark, sum B3,6 vísti á í kæru síni, eisini endaði í dómsnevndini. Sostatt fer málið nú víðari í dómsnevndina, og eins og væntað, er seinasta orðið ikki sagt enn. Tað hevði tað neyvan heldur verið, um B36 hevði viðhald frá kappingarnevndini. Tveir á Tórsvølli og tveir á Toftum Í FSF umhugsa teir at spæla landsdystirnar mitt í viku í høvuðsstaðnum og á Toftum í vikuskiftunum FSF bossurin er ikki akkurát typan sum leypur upp í loft, tá tað gongur væl. Hann er jarðbundin, og tað er ein vælsignaur eginleiki. Tí hann hevur við sær, at tú heldur ikki fert í kjallaran, tá tað gongur minni væl. Tað hevur tað ofta gjørt hjá landsliðnum. Men Torleif Sigurðsson duldi ikki sunnudagin, at hann var væl nøgdur við úrslitið: Vit fóru upp í altjóða fótbólt fyri at fáa nakað burturúr. Í komandi viku verða tað tíggju ár síðani fyrsta dystin í Landskrona. Tá vunnu vit 1-0 á Eysturríki. Síðani tá hevur tað onkuntið verið buldraligt. Vit hava ongantíð síðani fingið stig í fyrsta dystinum í einari undankapping. So hetta var hugaligt. Men tað kostar tær eitt sindur? Tað er rætt, at í sáttmálanum við spælararnar stendur, at teir fáa fýra túsund krónur í part fyri ein javnleik. Venjarin fær eisini samsýning fyri stigini, so vit kunnu siga, at javnleikurin í dag kostar okkum smáar 100 túsund krónur. Men tað mugu vit liva við. Tað kann gerast ein dýrur umgangur? Tú hugsar um, at um vit vinna, so skulu vit rinda meiri. Tað er rætt, at fyri hvønn sigurin fáa spælararnir átta túsund krónur í part. Tað rinda vit fegnir. Vit halda eisini, at inntøkumøguleikarnir áttu at verið størri, tá tað gongst væl hjá landsliðnum. Vónandi fara vit at síggja tað aftur í stuðli frá vinnulívi og fyritøkum. Í dystarskránni eru Atlantsflog og Vestlax stuðlar hjá landsliðnum: Atlantsflog er hugað at halda fram saman við landsliðnum. Vestlax er nýtt í hesum høpinum. Vit eru sera fegnir um og takksamir fyir, at ein framleiðslu- og útflutningsfyritøka í alivinnuni hevur sýnt landsliðnum áhuga. Vónandi fáa vit eitt gott og fruktagott samstarv við teir. Tveir á hvørjum staði Hesa ferð var fyrsti landsdysturin á Svangaskarði síðani í juni í fjør. Tá varð spælt á Toftum 5. ímóti Skotlandi og 9. ímógi Bosnia. Sambært FSF formanninum kann tað væl hugsast, at tað í framtíðini ikki fer at verða spælt við so stuttum millumbili á sama vølli: Vit hava tveir vallir, sum vit í FSF ætla at brúka til landsdystir. Komandi ár eru tveir dupult dystir á skránni. Í juni koma Jugoslavia og Sveis henda vegin, og fyrst í september koma Luksemburg og Russland. Vit hava ikki tikið nakra avgerð, men vit umhugsa, at dystirnir, sum verða mitt í viku, skulu spælast á Tórsvølli, og at teir, sum verða í vikuskiftinum skulu spælast á Toftum. Jugoslavia og Russland hava bæði spælt á Toftum, men um hugsanin hjá Torleifi Sigurðsson og FSF gerst veruleiki, so skulu tey bæði hægst flokkaðu londini í undankappingarbólki eitt spæla á Tórsvølli. Dysturin ímóti Jugoslavia verður mikudagin 6. juni, og tann ímóti Russlandi verður mikudagin 4. september. Sveis skal so spæla á Svangaskarði leygardagin 2. juni og Luksemburg leygardagin 1. september. Í komandi mánað fer landsliðið út at ferðast. Leygardagin 7. oktober skulu teir spæla í Zürich í Sveis, og mikudagin 11. oktober skulu teir spæla í Beograd í Jugoslavia. jh Regin er Atlantsrisin Regin Vágadal vann endiliga sína egnu kapping, men leingi stóð nógv á, áðrenn sigurin varð tryggjaður Jákup Mørk Tað var ikki hissini mótstøða, sum Regin Vágadal hevði fingið sær, tá triðja kappingin um Atælantsrisan stóð á skránni. Tveir fyrrverandi vinnarar av kappingini um at gerast heimsins sterkasti, vóru millum luttakararnar, og allir átta høvdu roynt seg í finaluni í somu kapping. Góðar greinar Tað var sum so eingin loyna, at nógvar av kappingargreinunum hóskaðu sera væl til Regin, og tí kom tað ikki heilt óvart á, at okkara risi vann kappingina. Tað var tó galdandi fyri fleiri av hinum luttakarunum, at teir eisini vóru sterkir í somu greinum, sum Regin, og eitt nú tykist Magnus Samuelsson at hava júst somu favoritt greinar, sum Regin. Sostatt var hetta við vali av kappingargreinum sjálvsagt ein góð fortreyt hjá Regini, men hinvegin kann hetta á ongan hátt borga fyri einum samlaðum sigri. Tað, sum kanska var mest merkisvert við kappingini, var, at veruliga avgerin fall í kappingin, Dead Lift Hold. Hetta er vanliga ikki ein av allarbestu greinunum hjá Regini, men hann megnaði tó at vinna sær eitt annað pláss í hesi, og við júst hesum sigri, gloppaði hann eitt avgerandi hol niður til Janne Virtanen. Tað var annars júst í eini líknandi íðkan, at Regin meiddi sær økslina, tá kappast varð í Suðurafrika herfyri, so tað er gleðiligt at staðfesta, at økslin hesu ferð helt til trýstið. Væleydnað tiltak Sum heild er einki at ivast í, at talan varð um eitt væl eydnað tiltak. Heilt fitt av áskoðarum vóru komnir til tiltakið, og ivaleyst mundi hetta eisini vera ein partur av frágreiðingini um, at Regin kundi kýta seg so nógv, sum hann gjørdi. Undan kappingini legði Regin eisini dent á, at hetta við heimavøllinum ofta hevði við sær, at tey seinastu 10 prosentini vórðu løgd í royndirnar. Umframt sjálvar risarnar, sum jú vóru teir, ið fólk fyrst og fremst komu at hyggja eftir, var eisini annað undirhald á skránni. Fallskýggjaútlop varð fyri fyrstu ferð framt í Føroyum, og fyri mongu áskoðararnar var hugtakandi at síggja, hvussu útleypararnir kastaðu seg út í himmalin, fyri síðani við sera stórum neyvleika stýrdu seg niður á Skansan. Sostatt varð talan samanlagt um eitt sera væleydnað tiltak, serliga sæð við føroyskum eygum. Atlantic Giant 200 Úrslit Ikki eins og hinir Uni Arge var sera fegin um, at dysturin sunnudagin ikki gjørdist ein endurtøka av so mongum øðrum dystum, har landsliðið hevur verið nær við og næstan Jákup Mørk Seinast Føroyar skoraðu í undankappingardysti, var tá Bosnia mátti taka til takkar við einum 2-2 javnleiki. Sunnudagin vóru slovenar fyri somu lagnu, tvímálsskjúttin frá Bosnia-dystinum, Uni Arge, taldist aftur millum føroysku málskjúttarnar. Sjálvur greiddi Uni nakað soleiðis frá málinum til 1-1: Hatta var eitt av fleiri press-álopum, sum vit høvdu, sum so endaði við einum innkasti niðri við hornaflaggið. Eftir at innkastið varð skallað útfrá, smekkaði Jóhannis til, og so setti eg ristina á, fyri at tryggja at bólturin fór í netið. Broytti søguna At uni var fegin um málið, er einki at ivast í, og hann helst tað eisini hava stóran týdning, at Føroyar endiliga komu á talvuna aftur í so máta. Enn fegnari var hann tó um, at tað løtu seinni eydnaðist Føroyum at skjóta enn eitt mál, soleiðis at stig eisini fekst burtur úr dystinum. Høvdu vit ikki fingið nakað burtur úr dystinum, hevði hetta verið eins og flestu dystir okkara hava verið í seinastuni. Hatta har við at vit spældu gott, og høvdu uppiborið at fingið okkurt burtur úr og so framvegis. Nú fingu vit endiliga løn fyri stríðið. Dysturin broyttist Annars var Uni, eins og flest onnur, samdur í, at føroyska liðið ikki hevði uppiborið nakað sum helst eftir fyrra hálvleik. Vit vóru alt ov sløvir, men í steðginum vóru vit samdir um, at nú skuldu vit taka okkum saman. Vit tosaðu um, at vit høvdu verið alt ov sløvir í fyrra hálvleiki, men vóru samstundis samdir um, at vit í seinna hálvleiki skuldu vera við til at skapa ein góðan dyst, og hetta eydnaðist eisini, segði Uni um hetta. At seinni hálvleikur var frægari enn fyrri, er heldur eingin loyna, og heilt gott gjørdist tað, tá Øssur so setti bóltin í slovenska netið fyri aðru ferð. Um hetta helt Uni, at málið var eitt fínt dømi um, at spælararnir høvdu reist. Allan ger jú fullkomliga rætt, tá hann bjóðar av og trýstir seg frameftir. Tá hann so varð feldur, visti eg at Øssur kundi skora. Undir venjing hevur tað ligið væl fyri hjá honum, og skotið móti Schmeichel var sum so ein forsmakkur upp á fríspørkini hjá honum. Annars helt Uni, at dysturin sunnudagin í stóran mun líktist dystinum móti Skotlandi. Tað ferðina vóru Føroyar eisini aftan fyri stóran part av dystinum, men komu so aftur í aftur móti endanum. Royna tað besta Tá tosið líkasum var komið fram til komandi dystirnar, var Uni tó eitt sindur ivasamur. Ikki tí, eins og liðfelagarnir ætlar hann sjálvsagt at gera sítt besta, men útidystir eru aloftast torførir. Eg rokni við, at tað verður tann vanligi fótbólturin frá okkara síðu. Tað merkir eitt varligt upplegg, har vit so royna at skapa okkum nakrar kontramøguleikar. Tað er tó sera torført at meta um, tí dystir kunnu skjótt broytast, og eitt nú sóu vit í dag, hvussu spælið broyttist, tá vit fóru fram á vøllin. At Sveis í løtuni er aftan fyri Føroyar, og hevur stig fyri neyðini, tóktist Uni ikki leggja alt ov nógv í: Teir eru í løtuni aftan fyri okkum, og so mugu vit royna at halda teimum har, segði hann smílandi, áðrenn vit báðir, myndamaðurin, takkaðu fyri okkum. Høvdu vit tapt, hevði dysturin bert verið ein endurtøka av so mongum øðrum, helt Uni Arge um úrslitið móti slovenum Mynd: Álvur Haraldsen Uni hóttir nú av álvara Toda Landsliðsvenjarin virðismetir dygdirnar at vera á rætta plássinum røttu løtuna, og hann heldur at málið hjá Øssuri Hansen kann sammetast við øll tey, sum eru at síggja í útlendsku sjónvarps rásunum Uni Arge skoraði fyrra málið sunnudagin, og nú er hann rættuliga farin at hótta støðuna hjá Toda Jónsson sum toppskjútti á føroyska liðnum. Todi Jónsson hevur skorað níggju mál. Hann skoraði seinast, tá landsliðið á venjingarleguni í Spania fyrst í árinum tapti 3-2 ímóti Íslandi. Uni Arge hevur skorað sjey mál. Hann hevur skorað eitt annað mál í ár. Tað var tá Føroyar 26. apríl vunnu 1-0 í Liktinstein. Ta ferðina var Uni Arge ikki ímillum teir fyrstu ellivu, men hann kom á vøllin í 2. hálvleiki. Allan Simonsen hevur ofta havt Una Arge sitandi á beinkinum inntil í 2. hálvleiki. Tær seinastu ferðirnar hevur hann verið við frá fyrsta bríksli, og sunnudagin var tað ein av fáu ferðunum, at Uni hevur spælt allar 90 minuttirnar. Eg havi sagt tað við Una, at eg vildi ynskt, at hann hevur lyndi til viðhvørt at hvørva úr spælinum eina fitta løtu. Men eg veit, at Uni hevur sera góð evni at vera á rætta staðnum røttu løtuna. Tað eru málini, sum telja, og tað er týdningarmikið at hava spælarar á liðnum, sum aftur og aftur skora. Fyri stuttum var eg í Íslandi og hugdi at føroysku landsliðsmonnunum, og tá fekk eg staðfest, at Uni Arge, sum eisini skoraði ta ferðina, er væl fyri. Øssur Hansen javnaði sunnudagin til 2-2 við einum meistarligum frísparki. Allan Simonsen var ikki so ovfarin av, at bólturin fór í málið: Hatta er spesialiteturin hjá Øssuri. Ímóti Danmark var hann óheppin, tá hann úr somu støðu sendi fríspark upp um manngarðin og niður innanfyri stólparótina. Tíverri fyri okkum megnaði Peter Schmeichel akkurát at bjarga. Hesa ferð sat bólturin høgt í málinum, og tað kom væl við. Málið var av einum sovornum klassa, at tað væl tolir at verða sammett við frísparksmálini, sum aftur og aftur eru at síggja á ymsu sjónvarpsrásunum, heldur landsliðsvenjarin. Øssur Hansen hevur eina ferð áður verið málskjútti á landsliðnum. Ta ferðina var eisini talan um ein deyðbólt. Øssur skoraði upp á brotsspark niðri á Malta 30. apríl í 1997. Øssur er væl fyri. Hann er ein av mest eyðsýndu spælarunum í føroysku landskappingini, og tað sást aftur á landsliðnum, at hann hevur stórt sjálvsálit, sigur Allan Simonsen. Føroyska landsliðið hevur í 68 altjóða skrásettum landsdystum skorað 42 mál. Merkisvert er tað, at í trimum teimum síðstu dystunum á Svangaskarði hevur landsliðið skorað fimm mál. jh Myndatekstur Uni Arge er nú av álvara farin at hótta Toda Jónsson, sum annars hevur verið toppskjútti hjá føroyingum í altjóða høpi Mynd: Álvur Haraldsen Eg trúði uppá tað Hetjan á føroyska liðnum hevði vant líknandi frísparksstøður sum hana, sum málið kom eftir Jákup Mørk Eg veit ikki hvat eg hugsaði, men tað var ein ótrúlig kensla. Soleiðis segði Øssur Hansen, tá vit beint eftir dystin spurdu hann, hvat hann hugsaði, tá hann sá bóltin sveima í málið til endaligau støðuna 2-2. Hann greiddi annars frá, at teir høvdu vant líknandi frísparksstøður undir venjingunum til dystin, og tá hevði tað ligið væl fyri hjá sær. Eg trúi tí upp á, at tað kundi lata seg gera at skora, tá vit fingu frísparkið móti dystarenda, segði Tóku seg saman Øssur var annars samdur í, at í fyrra hálvleiki høvdu slovenar dekan ov gott rásarúm úti í borðunum. Bæði Allan og eg høvdu stórar trupulleikar av teimum, men í seinna hálvleiki tóku vit okkum saman, segði málskjúttin. Víðari segði hann, at hetta sum so einki við taktikkin at gera. Allan broytti ikki stórvegis upp á nakað í hálvleikinum, men vit vistu allir, at vit mátta taka okkum saman. Orka væl Eitt sermerki við hesum dysti, sæð í mun til aðrar, sum landsliðið hevur spælt, var, at hesuferð vóru tað okkara menn, sum skoraðu móti endanum. Spurdur um hetta eisini var tekin um, at føroysku leikararnir nú vóru betri fyri, helt Øssur, at tað var tað nokk. Tá vit klára at renna slovensku leikararnar niður, so man venjingarstøðan vera á eini heilt góðari leið, segði glaði málskjúttin at enda. Øssur Hansen segði seg trúgva upp á møguleikan, tá dómarin stutt fyri leiklok bríkslaði fyri frísparki Mynd: Álvur Haraldsen Humoristiskt og kensluborið Jóanes Nielsen skrivaði besta leikritið til leikritakappingina, sum Leikpallur Føroya hevði útskrivað. Dómsnevndin metti leikritið hjá Jóanesi at verða tað mest fullfíggjaða leikritið, sum var komið inn Rithøvundin Jóannes Nielsen gjørdist vinnarin av leikritakappingini, sum Leikpallur Føroya útskrivaði. Mánadagin var avdúkað, hvør vinnarin av kappingini varð, og hetta var gjørt á samkommu í Hans Andreasar húsi í Havn. Dómsnevndin helt, at arbeiðið, sum var lagt í tey 9 innsendu handritini var virðismikið, tí tað sigur eitt sindur um, hvat rørist í samfelagnum og hjá tí einstaka menniskjanum í hesi tíð. Dómenevndin segði, áðrenn avdúkað varð hvør vinnarin var, at tey 9 handritini innihildu góðar søgur - summar spennandi, aðrar skemtiligar ella syrgiligar. Og at talan var um heili 9 nýggj føroysk leikrit, helt dómsnevndin verða óhoyrt. Í okkara grannalondum hevði tað svarað til fleiri hundrað - ja, um túsund - nýggj leikrit. Kanska er tað soleiðis, at føroyingar altíð hava dugað at siga frá, og hava virðismett týdningin av eini góðari søgu, segði Vár B. Jacobsen, sum sat í dómsnevndini. Dómsnevndin segði eisini, at føroysk leikrit eru nakað serligt, og dómsnevndin mælti til at øll 9 leikritini vórðu brúkt. Gott hugflog Undan avdúkingini av vinnaranum, vórðu onkur brot spæld úr leikinum. Eitur nakað land veekend, varð spurt, og tað var eisini heitið á vinnandi leikritinum. Dómsnevndin helt, at hetta leikritið var skrivað úr einum humoristiskum, kenslubornum og heilt sermerktum hugaheimi. Søgugongdin er spennandi, og persónslýsingarnar breiðar og djúpar, og hvør einstakur persónur hevur sín egna lív og hvør sína søgu. Á tann hátt verður leikurin víttfevnandi og fjølbroyttur. Tað myndandi hugflogið er serstakliga gott, humoristiskt og sermerkt. Fer víða uttan nakrantíð at missa fótafesti, helt Olaf Johannesen, sum var ein av limunum í dómsnevndini. Hóast leikurin er føroyskur, helt dómsnevndin, at hann eins væl kundi verið spældur og skiltur í øðrum londum. Fegin vinnari Kappingin var dulnevnd, og tí hevði dómsnevndin lisið og mett um handrit, sum tey ikki vistu, hvør hevði skrivað. Hetta helt Olaf Johannesen var ein lætti, tí so snúði tað seg bara um leikin og ikki um persónar. Av tí at kappingin var dulnevnd, bar ikki til at boðasenda vinnaran til hátíðarløtuna mánadagin. Og tá navnið varð togað úr brævbjálvanum, stóð Jóanes Nielsen svart upp á hvítt. Rithøvundin, sum millum annað hevur skrivað yrkingar og skaldsøgur, var vinnarin av leikritakappingini. Hann varð boðsendur og kom løtu seinni á staðið. Jóanes var fegin um at hava vunnið, men hann vildi ikki fara í holt við at greina sítt egna leikrit. Eg visti, at eg hevði skrivað eitt toluliga gott leikrit, so tað var sjálvandi ein møguleiki at vinna, segði Jóanes Nielsen. Góðar søgur At 9 leikrit komu inn til kappingina, skuldi givið møguleikar fyri at fáa nýggjar, føroyskar leikir uppsettar, helt dómsnevndin. Onkur av leikritunum tykjast ikki verða heilt liðug, men tey innihalda góðar søgur, og at tað kann arbeiðast meira við teimum, er eisini positivt, helt Olaf Johannesen. Tey, sum hava sent inn, verða nú spurd, um tey framhaldandi vilja vera dulnevnd. Um tey vilja tað, fáa tey sítt leikrit aftur. Um tey standa fram, verða leikritini send til sjónleikaráhugað, sum síðani hava møguleikan at fara í holt við at seta onkran av leikunum upp. Sjónvarpsstjórin farin frá Tróndur Djurhuus boðaði í tíðindaskrivi í gjár frá, at hann hevur heitt á landsstýrismannin í kringvarpsmálum um at loysa seg úr starvinum John Johannessen Í gjár fór Tróndur Djurhuus úr sessinum sum stjóri fyri Sjónvarp Føroya. Fyrrverandi sjónvarpsstjórin heitti hósdagin á landsstýrismannin í kringvarpsmálum um at loysa seg úr starvinum sum stjóri í Sjónvarpi Føroya, og fyrradagin eftirlíkaði landsstýrismaðurin hesum. Sjónvarp Føroya hevur í 1998 og 1999 havt rakstrarhall, og hesum halli hevur undirritaði ábyrgdina av. Nú tað hevur eydnast at fáa raksturin í aftur eina trygga legu, og útlit enntá eru til avlops, og lunnar samstundis eru lagdir undir komandi vetrarskrá, metir undirritaði, at løtan er komin til at lata raksturin upp í hendur á einum nýggjum stjóra, sigur Tróndur Djurhuus millum annað í tíðindaskrivi. Tróndur Djurhuus vónar, at eitt stjóraskifti á stovninum kann virka við til at skapa stovninum tann frið, sum hann so harðliga hevur fyri neyðini. Landsstýrismaðurin í kringvarpsmálum, Tórbjørn Jacobsen, hevur valt at seta Jógvan Jespersen, útvarpsstjóra, í starv sum fyribils stjóra í Sjónvarpinum. Jógvan Jespersen verður sostatt stjóri á báðum stovnum, til nýggjur stjóri er funnin. Persónliga samanfallið eigur á ongan hátt at skiljast sum ein liður í eini roynd at leggja almennu fjølmiðlastovnarnar saman. Politiska málið er framvegis, sum fráboðað í løgmansrøðuni á ólavsøku, ar skipa tær báðar almennu rásirnar sum sjálvstøðugar almennar fyritøkur, sigur Tórbjørn Jacobsen í tíðindaskrivi. Signar aftur reinsaður Fyrrverandi landsstýrismaurin í kringvarpsmálum heldur uppsøgnina frá sjónvarpsstjóranum vera enn eitt prógv um, at tað ikki var hann, ið handlaði skeivt í málinum um Sjónvarpið. Tróndur Djurhuus hevur tikið fulla ábyrg av rakstrarhalli Sjónvarpsins í 1998 og 1999 og hevur tí sagt seg úr starvi. Hetta heldur fyrrverandi landsstýrismaðurin í kringvarpsmálum, Signar á Brúnni, vera enn eitt prógv, um at tað ikki var hann, sum bar seg skeivt at í málinum um raksturin hjá Sjónvarpi Føroya. Signar á Brúnni mátti fara frá orsakað av, at hevði játtað sjónvarpinum pening úr gjaldføri landskassans uttan heimild frá løgtinginum. Eg havi allatíðina vitað, at eg var ósekur. Og tað prógvaði niðurstøðan hjá kanningarstjóranum eisini. Tað sum hendi, tá eg mátti fara frá, var, at ávísir politikarar slaktaðu meg fyri at fáa egnan politiskan vinning, sigur Signar á Brúnni. Skilir sjónvarpsstjóran Fyrrverandi landsstýrismaðurin við ábyrgdini fyri Sjónvarpinum sigur seg væl duga at skilja sjónvarpsstjóran, nú hann hevur sagt seg úr starvi. Tróndur Djurhuus hevur verið ein góður sjónvarpsstjóri, men kortini hevur hevur sjónvarpið havt rakstrarhall hesi bæði árini. Hesum veit eg, at Tróndur hevur verið keddur av, og tí haldi eg, at tað er mansligt av honum nú at taka avleiðingarnar, sigur Signar á Brúnni. Fyrrverandi landsstýrismaðurin heldur tó, at fyrrverandi sjónvarpsstjórin kann vísa á, at hóast hann hevur skula stýrt sjónvarpinum sum eina sjálvstøðuga fyritøku, hevur Sjónvarpið ikki havt loyvti til at havt kassakreditt eins og aðrar fyritøkur. Hetta, heldur hann, kann hava verið ein trupulleiki fyri sjónvarpsstjóran. Vildi ikki siga honum upp Tá Signar á Brúnni var landsstýrismaður í kringvarpsmálum og Sjónvarpið kom í kreppu, helt Signar á Brúnni ikki tað ikki vera rætt at siga sjónvarpsstjóranum upp. Sjónvarpsstjórin var komin í eina trupla støðu, sum hann var sera harmur um. Og tá maður samstundis var ein góður sjónvarpsstjóri, helt Signar tað vera rættast heldur at loysa akuttu støðuna. Hví Tróndur Djurhuus hevur valt at siga seg úr starvinum júst nú, vit veit Signar á Brúnni ikki at siga. Men Sosialurin hevur frá álítandi keldum fingið at vita, at Tróndur Djurhuus frá nýggja landsstýrismanninum, Tórbjøn Jacobsen, fekk valið ímillum sjálvur at siga seg úr starvinum ella at verða koyrdur úr starvinum. Tað hevur kortini hvørki borið til at fáa hesi tíðindini váttað frá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni í kringvarpsmálum, ella Tróndi Djurhuus. Kvøldskúlin lýsir fríggjadagin Fleiri hava kanska væntað, at lýsingin frá kvøldskúlanum í Havn longu skuldi havt verið í bløðunum. Í hesum sambandi boðar Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli boðar frá, at stóra lýsingin kemur í bløðini fríggjadagin. InternetSosialurin í nýggjum líki Á trý ára degnum hjá InternetSosialinum varð triðja útgávan tikin í nýtslu. Í dátugrunninum hjá InternetSosialinum liggja 24.000 greinar í 914 útgávum Mánadagin vóru liðin trý ár síðani, at Sosialurin fór undir at leggja blaðið - alt sum tað er - út á internetið, so til bar hjá fólki kring heimin allan at lesa tey tíðindi, ið prentað vóru í blaðnum, áðrenn blaðið var á gøtuni í Havn. Fólk hava tikið væl ímóti hesi skipan, sum í dag er ein náttúrligur partur av arbeiðinum hjá blaðfólkunum. Men slíkar heimasíður krevja støðugar broytingar og menning. 'Tað er við tí fyri eyga, at vit á trý ára degnum valdu at taka nýggju skipanina í nýtslu. Tað var í 1996, at Sosialurin fór undir fyrstu royndirnar við internetblaðnum. Tá var tað í samstarvi við Faroenews við Óla Olsen, sum í dag er stjóri í KT-fyritøkuni VIT. Tá var blaðið dagført á leið eina ferð um vikuna, men hetta vóru lesarar kring heimin sjálvandi sera ónøgdir við. Men internetið var nýtt í Føroyum tá, og tí var hetta arbeiðið rættuliga at bróta upp úr nýggjum, tí fáir føroyingar høvdu tá atgongd til internetið - og tíansheldur kendu til tað. Á vári í 1997 varð farið undir fyrstu royndirnar at leggja Sosialin út á netið dagliga. Hesar royndir eydnaðust so væl, at Sosialurin í samstarvi við Faroenet tann 4. september fór undir regluliga at dagføra blaðið - í fyrstu syftu sum sum eina royndarskipan. Í november í 1997 varð InternetSosialurin alment tikin í nýtslu, tá Sámal Petur í Grund, táverandi landsstýrismaður í samskiftismálum, trýsti á knøttin, sum dagførdi blaðið. Síðani 1997 eru útvið 24.000 greinar lagdar út á netið í 914 útgávum. Allar hesar greinar eru tøkar í dátugrunninum, og ber til hjá fólki at leita upp á orð í øllum hesum greinum. Tó skal viðmerkjast, at allar tænasturnar ikki verða virknar fyrstu dagarnar, meðan umleggingin fer fram, men tá vikan er farin at halla, skuldi alt verið í lagi aftur. Sum fjølmiðil hevur internetið broytt munandi um arbeiðið hjá blaðfólki. Eitt er, at teldupostur og digitalar myndir hava gjørt, at til ber at skriva og lýsa hendingar við myndum nærum beinanvegin, tær eru farnar fram. Annað er, at nú ber til hjá bløðunum at kappast við loftmiðlarnar um tíðindi eftir prentbyrjan. Á henda hátt kunnu vit sum blað altíð verða fyrst við tí síðsta. Annað endamál við InternetSosialinum er at gera tað lættari hjá lesarum at lesa og finna fram greinar. Størri dentur verður í framtíðini lagdur á at dagføra síðuna við tíðindum gjøgnum dagin. - og í sambandi við at Sosialurin tann 3. oktober kemur út í heilt nýggjum sniði, er nýggja búmerkið hjá blaðnum brúkt í internetútgávuni. Dreingirnir syngja hósdagin Hósdagin verður aftur farið undir venjingarnar hjá dreingjakórinum í Kommunuskúlanum Tað eru teir báðir, Bjarni Restorff og Palli Hansen, ið saman við øðrum sangkreftum venja kórið, ið telur einar 25-30 dreingir í aldrinum frá triðja flokki og uppeftir. Kórið venur í Kommunuskúlaskálanum - og verður byrjað í morgin klokkan 13:30. Hanus Joensen, skúlastjóri, sigur við Sosialin, at aðrir dreingir eisini eru hjartaliga vælkomnir at venja við kórinum, sum ikki bert er ætlað dreingjum úr Kommunuskúlanum, hóast kóri venur har. Dreingjakór eru ikki vanlig í Føroyum, og tí halda teir, ið stíla fyri hesum kórinum, hetta vera eina sera spennandi uppgávu, tí tað vísir seg ofta at verða trupult at fáa dreingir í hasum aldrinum at syngja. Men hesir sýnast sera hugagóðir, sigur Hanus Joensen. Aftur reint vatn í Havn Havnarborgarar kunnu nú eykkleysir drekka vatn úr krananum, tí fríggjadagin varð vatnreinsiverkið í Havnardali sett til aftur, so nú fær øll Havnin sóttreinsað vatn, og klor verður ikki longur latið í vatnið. Tískil er ikki neyðugt longur at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður, upplýsir deildarleiðarin á Vatnverkinum í Havn, Viggo Christiansen Hvør fjøl á flot leygardagin Um viðrar verður árliga fiskikappingin í Norðoyggjum komandi leygardag 9. september Komandi vikuskifti verður ein rættiliga góð streymloysa og tí hevur Stuðulsfelagið fyri skúlaskipið S/S Dragin avgjørt at skipa fyri tí árligu fiskikappingini, sum er fyri allar Norðoyggjar. So er bert at vóna, at veðrið verður til vildar. Vinnarar seinasta ár: Í fjør var tað báturin >>Lion<< við Oddi og Hans Eliesar Fjalsbak, sum vóru bestir, og fingu teir steyp til ognar eins og ferðasteypið >>Silvurtoskurin<<. Næstbestur bátur var >>Vígdis<< við Rúna Nielsen og Svend Dahl, og triðbestur var >>Kallanes<< við Otto Jensen og Oddur Petersen. Luttøkutreytir: Frá kl. 7.30 fáa allir bátar, sum fara av vágni í Klaksvík luttøkuskjal um borð á >>Draganum<<. Luttakarar á Borðoyarvík og Árnafirði fáa eisini luttøkuskjal um borð á >>Draganum<<, men í Hvannasundi og Norðdepli fæst luttøkuskjalið við Frostvirkið og á Viðareiði fæst tað niðri á Eiðsvík. Luttøkugjaldið er 20 kr. pr. mann. Ikki loyvt at fara einsamallur: Av trygdarorsøkum er ikki loyvt at fara einsamallur, tað skulu minst vera tveir mans við hvørjum báti. Bátarnir kunnu fara frá landi kl. 8 og tað er bert loyvt at nýta snøri, snellu ella tráðu sum veiðireiðskap. Tað er ikki loyvt at fiska við aliringarnar. Allir bátar skulu vera aftur í landi í seinasta lagi kl. 17. Fiskauppboðssøla kl. 18, har fólk kunnu keypa sær at kóka: Fiskurin verður lagdur upp og vigaður við bátabrúgvarnar við Nólsoyar Pálls gøtu. Frá kl. 18-19 verður fiskauppboðssøla við bátabrúgvarnar, so har verða góðir møguleikar hjá fólki at keypa sær nakrar greipur av smáfiski til at hanga upp. Í ár fáa teir, sum hava luttikið í fiskikappingini, kaffi og pannukøkur um borð á >>Draganum<<. Besti bátur fær silvurtoskin: Tann bátur, sum hevur størstu veiðu pr. mann, verður vinnari og fær >>silvurtoskin<<. Manningarnar á trimum teimum bestu bátunum fáa steyp til ognar. Eisini verður steyp latið til tann, sum hevur fingið tann størsta fiskin. Steypini hevur Norðoya Sparikassi givið og silvurtoskurin, sum er ferðasteyp, hevur Anthonius Olsen givið. Nú er at rigga til: Fyrireikararnir vóna, at nógvir mans nú fara at rigga til, so vit fáa eina spennandi fiskikapping. Í Klaksvík liggja nógvir bátar við bátabrúgvarnar, og her er ein góður kjansur hjá monnum at fara á flot og fáa ein hugnaligan dag saman - og spennandi verður hvørjir verða fiskikongar í ár. Fiskikappingardansur í Skálanum kl. 11: Til fiskikappingardansin í ár spælir Country-bólkurin úr Klaksvík, sum er kendur um alt landið fyri sín frálíka tónleik. Peningurin frá fiskikappingini og dansinum fer óskerdur til S/S Dragin, sum verður umbygdur til skúlaskip. ST hevur svarað landsstýrinum Um ST skal gerast eygleiðari í fullveldissamráðingunum, er treytin tann, at eitt limaland hjá ST leggur málið fyri ein av stovnunum, sum síðani skal taka undir við tí Eyðun Klakstein Um Sameindu Tjóða skal verða eygleiðari í samráðingunum millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið, skulu boð koma um hetta frá einum av stovnunum hjá ST. Soleiðis svarar undiraðalskrivarin í lógarmálum, Hans Corell, fyrispurninginum frá uttanlandsdeildini hjá Løgmansskrivstovuni um mannagongdir, tá ST skal upp í altjóða samráðingar sum triðjipartur. Og treytin fyri, at ein av stovnunum - til dømis aðalfundurin ella trygdarráðið - kann viðgera eitt slíkt mál er, at eitt av limalondunum hjá ST tekur málið upp. Hetta vísir, at ST í prinsippinum væl kann verða triðjipartur í samráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnini. Treytin er bara, at eitt limaland tekur málið upp í einum av stovnunum. Tað eri eg vælnøgdur við at fáa staðfest, sigur Høgni Hoydal, varaløgmaður. Hetta broytir einki. Landsstýrið hevur fingið tað svarið, sum roknast kundi við, og nú eigur tað at gloyma alt um ST. So mugu vit eisini vóna, at fólk sum heild gloyma hetta, tí áheitanin á ST setir Føroyar í ringt ljós, sigur Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum Misnøgdur uttanríkisráðharri Nógv umtalað brævið varð sent ST 26. juli. Leiðarin av uttanlandsdeildini á løgmansskrivstovuni, Herluf Sigvaldsson, undirskrivaði brævið, sum var ein fyrispurningur um, hvussu mannagongdin er, tá ST ella stovnar undir Sameindu Tjóða eru triðjipartur í samráðingum. Í skrivinum varð víst á, at hóast meiriluti í føroyska løgtinginum tók undir við ætlanini hjá landsstýrinum, hevði Danmark ikki víst veruligan vilja til at gera ein ríkisrættarligan sáttmála við Føroyar. Og av hesi orsøk vildi landsstýrið hava at vita frá ST, hvør mannagongdin er, tá ST fer uppí samráðingar sum triðji partur. Danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen, var ikki fegin um brævið hjá landsstýrinum, og hann sendi 23. august bræv til løgmann, har hann gjørdi greitt, at landsstýrið hevði ongan myndugleika at venda sær til ST uttan við góðkenning frá donsku stjórnini. Hetta hevði hann eisini givið boð um til donsku skrivstovuna á ST-høvuðsborgini um at føra fram yvirfyri felagsskapinum. Gott við formligum svari Men hóast hetta svaraði ST brævinum frá landsstýrinum, og í brævinum verður staðfest, at Føroyar kunnu ikki heita á ST um at vera triðjipartur í fullveldissamráðingunum. Tað skal gerast av einum av limalondunum hjá ST, og so skal málið viðgerast og viðmælast í einum av stovnunum hjá ST - til dømis á aðalfundinum ella í trygdarráðnum. Men hóast vegurin til at fáa ST upp í fullveldissamráðingarnar er langur, er varaløgmaður nøgdur við svarið. ST svarar formliga, hvussu felagsskapurin kann koma uppí altjóða samráðingar. Alt tosið um, at ST einki kann hava við samráðingarnar við danir at gera, og at ST verður lýst sum ein felagsskapur, sum bara er uppi í, tá tað er blóðugt stríð, er skeiv, og tað er gott, at vit hava fingið tað svart upp á hvítt, sigur Høgni Hoydal. Vit kundu hugsað okkum at fingið meira at vita um, hvussu veruliga mannagongdin er, men tað fáa vit ikki í hesum skrivi. Vit fara ikki at venda okkum aftur til ST fyri at fáa hetta at vita, tí hesa vitan kunnu vit fáa aðrastaðni. Flenna eftir føroyingum Formaðurin í Sambandsflokkinum heldur, at svarið frá ST er júst tað, sum roknast kundi við frammanundan. Einki kemur óvart á meg í hesum svarinum. Serfrøðingar hava sagt, hvat vit kundu rokna við, og hetta hava vit eisini fingið, eigur Edmund Joensen. Tað var burturvið av landsstýrinum at taka hetta stigið, tí hetta forpestar sambandið við Danmark og ger okkum til grin í altjóða samanhangi. ST má næstan flenna í kíki eftir okkum, tá landsstýrið kemur við slíkum fyrispurningi. Edmund Joensen heldur, at áheitanin á ST lækkar virðingina fyri føroyingum, og at landsstýrið ikki hevur fylgt formalia í málinum. Høgni Hoydal, varaløgmaður, sigur, at landsstýrið fer ikki at gera meira við málið nú. Hann sigur, at landsstýrið hevur fingið tað svarið frá ST, sum tað vildi hava. Tórbjørn um SvF 27. juli 2000: Hetta segði Tórbjørn Jacobsen um SvF í Sosialinum 27. juli 2000 Sjónvarpið tykist liggja í andaleypi. Landsstýrismaðurin hevur síðani í fjør havt ábyrgdina, og tí er hetta eitt tað fyrsta málið, sum eg má fara undir. Sjónvarpið var orsøkin til, at fyrri landsstýrismaurin fór úr starvinum, og eg veit, hvønn veg ta fer at bera, um vit ikki fáa loyst hetta málið. Eg ætli mær ikki at leggja skránna, men eg skal ikki dylja, at ofta undrist eg á hugburðin, sum kemur til sjóndar í tí, sum tey velja at senda. Fleiri hava hesa seinastu tíðina nevnt tað margháttliga í, at teir eitt sunnukvøld gjørdu nógv burturúr og ivaleyst brúktu dy'rar yvirtímar til Watson, sum brúkar sína tíð til at niðurbróta føroyska mentan. Einki í tí sendingini boðaði frá, at tað var neyðugt við eykasending. Tað er so eitt. Men samstundis kendi sjónvarpið ikki ábyrgd fyri at vera til staðar, tá 1000 føroyingar sama vikuskifti vóru á Syrðadali í sambandi við nýggja minnisvarðan, og tá fleiri hundrað vóru í Hattarvík í sambandi við nýggju altartalvuna. Eg haldi, at tað alla tíðina hevur eydnast útvarpinum at vera tjóðskaparligur mentunarberi. Sjónvarpið átti at havt serligar møguleikar í hesum, men tað tykist á allan hátt vera eitt býtisbarn. Tað mugu vit fáa eina loysn uppá, men eg kann ikki siga akkurát nú, hvat eg ætli at gera. Útbyggingin dregur út Ætlanin var, at Føroya Sjómansskúli skuldi byrja nýggja skúlaárið við útbygdum skúla. Men útbyggingin verður ikki liðug fyrr enn í oktober Edvard Joensen Tórshavn: Útbyggingin av Føroya Sjómansskúla, sum skuldi vera liðug til skúlaársbyrjan, verður ikki liðug fyrr í næsta mánað. Føroya Sjómanskúli stendur fyri eini útbygging upp á eina 24 milliónir krónur. Bæði skúlastovur og serhøli verða bygd upp í skúlan, umframt at nýggj tól skulu setast upp. Petur Hans Dahl, virkandi stjóri á Føroya Sjómansskúla, sigur, at vígslan av hesum nýggju hølunum er útsett og er nú sett at verða tann 20. oktober. Millum nýggju tólini, sum Sjómansskúlin nú fær, er ein radarsimulator. Hann er norskur, og norskur installatørur hevur verið og sett hann upp. Simulatorurin er royndarkoyrdur og tykist at virka væl, sigur Petur Hans Dahl. Talan er um nýtt slag av simulatori, nevnt Polaris. Hann fer at standa í kjallaranum, men í sambandi við nýggju brúnna, sum gjørd verður í samband við stóru útbyggingina. Nýggi radarsimulatorurin, sum keyptur er frá Nordkontrol, er partur av einum pakka, har Maskinskúlin eisini hevur fingið tól í, sigur Petur Hans Dahl. Eisini á brúnni verða nýggja tól sett upp, sigur virkandi sjómansskúlastjórin. Tey verða keypt fyri millum annað tann kenda kekkin, Maersk McKinney Møller hevði í lummanum, tá hann vitjaði skúlan herfyri. Tá bygt verður út, er tað vanliga tí, at hølisviðurskiftini ikki eru nøktandi. Soleiðis var eisini hjá Føroya sjómansskúla. Til dømis, sigur Petur Hans Dahl, var sera stórur tørvur á eini samkomuhøll, sum samstundis kundi brúkast til matstovu. Umframt sjálvandi vanligar skúlastovur og serstovur. Samstundi sum hendan útbyggingin er í gongd, frættist, at næmingar, sum ganga á Fróðskaparsetri Føroya, fara at fáa undirvísing á Sjómansskúlanum. Her er talan um eina neyðloysn, sigur Petur Hans Dahl. Avtalað er við Fróðskaparsetrið, at næmingar haðani skulu sleppa inn á Sjómansskúlan hetta fyrsta hálva árið, tí Fróðskaparsetrið hevur akuttar hølistrupulleikar. Næmingatalið á Føroya Sjómansskúla er vaksandi, sigur Petur Hans Dahl, settur stjóri á Føroya Sjómansskúla. Nýggi flokkurin, sum byrjaði nú eftir summarfrítíðina, telur 21 næmingar. Tað er tó tíverri soleiðis, at ikki allir kunnu rokna við at fáa vinnubræv, beinanveg teir eru lidnir, hóast teir standa við einum prógvi í hondini. Fyri at fáa vinnubrævið krevst, at tú hevur seks mánaða siglingartíð við farmaskipi. Men tað stendur einki til soleiðis við farmaskipum í Føroyum, so ikki er hýra til allar. Men føroysku reiðaríðini, sum hava farmaskip, hava verið ógvuliga fyrikomandi og lagalig móti ungu monnunum, sigur Petur Hans Dahl. Hann nevnir serliga Skipafelagið Føroyar og Smyril Line, sum hava gjørt nógv fyri at lata nýklaktar skipsførarar sleppa umborð á farmaskipini sum dekkarar. Petur Hans Dahl heldur, at neyvan nakrastaðni yvirhøvur hava so nógvir skipsførarar siglt sum dekkarar sum umborð á Norrønu. Fylla Grótbrotið út Grótbrotið á Sandvíkahjalla innanvert Hvítanes verður fylt út og skal brúkast til ídnaðarøki Edvard Joensen Á Sandvíkahjálla: Grótbrotið á Sandvíkahjalla verður fylt út - við gróti. Økið skal fríðkast og brúkast til ídnaðarøki. Síðan hálvan juli hava lastbilar og maskinur hjá byggifelagnum J&K Petersen koyrt tilfar í grótbrotið og javnað út eftir botninum, sum alsamt er hækkaður. Eyðfinn Lenvig, verkfrøðingur hjá J&K Petersen, sigur, at felagið ger arbeiðið fyri Tórshavnar Kommunu. Ætlan kommununnar er, at grótbrotið skal fyllast út á leið eina húsahædd undir verandi veghædd. Síðan skal økið leggjast út til ídnaðarøki í leingjan av verandi ídnaðarøki inni á Sandvíkahjalla. Tá holið er fylt, skal skráin niðan fyri, sum vendir oman móti høvuðsvegnum, hampast, og ivaleyst verður grasfræ sátt í eisini. Tað skal nógv tilfar til at fylla eitt grótbrot uppaftur. Og tað tilfarið fæst frá einum parkeringsplássi. So løgið tað enn kann ljóða. Søgan er tann, sigur Eyðfinn Lenvig, at Byggifelagið J&K Petersen arbeiðir við at spreingja eitt stórt øki aftan fyri bilverkstaðið hjá Reyni Service í Hoyvík. Har var vorðið rættiliga trongligt, og brúk var fyri meira parkeringsøki. Loysnin var at spreingja burtur úr klettinum aftan fyri bygningarnar. Tað er stórt øki. Bæði so og so. Eyðfinn Lenvig sigur, at benið í støðum er 17 metrar høgt. Eitt rættiligt berg, sum hann tekur til. Hann sigur, at tað er ikki heilt víst, at nokk av gróti fæst hagani til at fylla grótbrotið á Sandvíkahjalla við. Men tað man fara at líða væl, heldur hann. Arbeiðið inni á Sandvíkahjalla skal eftir ætlan vera liðugt tann 1. oktober, sigur Eyðfinn Lenvig, verkfrøðingur hjá J&K Petersen. Av øðrum áhugaverdum arbeiðum, sum byggifelagið J&K Petersen ger í løtuni, er at nevna vegagerðina í samband við undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund. Arbeiðið á Vágalandinum gongur væl, sigur Eyðfinn Lenvig. Teir hava grivið nakað væl sunnanífrá, og eru farnir at spreingja fyri vegnum har. Eisini er byrjað at arbeiða norðan eftir av Fútakletti. So tá arbeitt verður frá báðum endum, man fara at síggjast aftur, heldur Eyðfinn Lenvig, sum ikki ivast í, at tað arbeiðið verður liðugt til ásetta tíð. Eftir ætlan skal farast undir at bora tunnilin Vágamegin hálvt ár eftir, at farið er undir arbeiðið í Leynum. Tað vil siga tann 5. februar komandi ár. Tvey nýggj stór skip Stórar broytingar í siglingarkervinum og skipaflotanum hjá Eimskip Í oktober í ár broytir Eimskip núverandi siglingarkervið. Hetta kemur eisini at hava við sær stórar broytingar í skipaflotanum, tí eldri skip verða skift út við nýggj og tøkniliga meira framkomin skip. Skipini, Eimskip í dag hevur til Føroya-siglingina, eru fýra í tali men minka nú niður í tvey. Nýggju skipini eru tó umleið helvtina størri enn til dømis Brúarfoss og sigla eisini skjótari. Tey verða partur av eini nýggjari siglingarleið hjá felagnum og fara at sigla til Føroya, Hálands, Týsklands, Svøríkis, Noregi, Danmarkar, Føroyar og Íslands. Hetta eru størstu bingjuskip higartil, ið koma at hava regluligt samband við Havnina. Leggjast kann afturat, at transit-tíðirnar í flest øllum havnum verða styttri. Nýggju skipini fara ikki at leggja at í Klaksvík sum vanligt. Eimskip fer tó framvegis at bjóða viðskiftafólki úr Norðoyggjum somu flutningssømdir sum fyrr. Við hesi tillaging av siglingarkervinum leggur Eimskip dent á at varðveita eina góða flutningstænastu og at tryggja eina framhaldandi menning av føroyska marknaðinum, sigur Eimskip í Føroyum í tíðindaskrivi. Norðurlendsk fakpolitisk sjúkrasystra- Í døgunum 7. og 8. sept. verður SSN ráðstevna hildin í Føroyum. Limalondini í SSN (Sjúkrasystra Samstarv í Norðurlondum) eru: Danmark, Noreg, Svøríki, Finland, Ísland og Føroyar. Sjúkrasystrafelag Føroya hevur verið virkin limur í SSN síðan 1. jan. 1998. Í SSN eru 2 stýrisfundir árliga, og ein fakpolitisk ráðstevna, har ymisk aktuel mál verða viðgjørd. Vertir fyri fundinum eru limalondini uppá skift. Júst hesa ráðstevnu hevur verið sæð fram til, bæði tí at hetta er fyrstu ferð at Sjúkrasystrafelag Føroya er vertur, og tí at SSN júst í ár hevur 80 ár á baki. Sjúkrasystrafelag Føroya hevur gjørt eitt drúgvt fyrireikingararbeiði til stevnuna, soleiðis at útlendsku luttakararnir, umframt at kenna seg vælkomnar, fáa eina góða og gevandi ráðstevnu. Í lógunum hjá SSN, ið vóru viðtiknar í 1920, stendur, at endamálið er at SSN er ein samstarvsstovnur, har umboð fyri limafeløgini geva sítt íkast til at menna heilsutænastuna sum heild og serliga sjúkrarøktaryrkið í Norðurlondum. Fyri at styrkja hesa menning, skal SSN eisini taka upp samstarv við viðkomandi norðurlendsk, europeisk og alheims feløg. Ávís felags evni verða umrødd til ráðstevnurnar, tað verið seg faklig, organisatorisk, lønar og setanarviðurskifti hjá limunum. Henda ráðstevnan hevur fingið heitið og eru tað fólk við serkunnleika innan hetta økið, ið verða fyrilestrarhaldarar. Hotel Føroyar verður karmur um ráðstevnuna. Í sambandi við at teir norðurlendsku formenninir eru í Føroyum, verður limafundur í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 8. sept., har evnið verður: Hvørjar broytingar eru væntandi innan organisatiónspolitikk í 2100 øld. (5 - 10 - 15 ár). Útnorðurráðið ársfund í Føroyum 16. ársfundurin hjá Útnorðurráðnum verður hildin í Føroyum í døgunum 4. til 8. september. Á fundinum luttaka 17 tingmenn úr teim trimum londunum í útnorði, Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Harumframt luttaka sum gestir tingmenn úr Norðurnevnd Norðurlandsráðsins Pehr Löv, nevndarformaður, og Dan Reinert Petersen, nevndarlimur. Serliga evnið á fundinum verður ídnaðarsamstarv í útnorði. Føroyski landsstýrismaðurin í ídnaðarmálum Bjarni Djurholm og skrivstovuleiðarin hjá NORA Kjartan Hoydal halda fyrilestur um fundarevnið. Herumframt verður á fundinum kjak við Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um samstarv millum myndugleikarnar í útnorði. Samstarvið í útnorði hevur havt framgongd á nógvum økjum seinastu tvey árini. Útnorðuráðið fer framvegis at virka fyri at fremja áhugamálini í útnorði, og í hesum sambandi fer ráðið á ársfundinum m.a. at viðgera rekommandatiónir til stjórn/landsstýrini í útnorði. Endamálið við rekommandatiónunum er at styrkja mentanarliga samstarvið landanna millum. Í ár hevur evnið hjá Útnorðurráðnum verið mentan í útnorði. Í hesum sambandi skipaði Útnorðurráðið fyri eini stórari mentannarráðstevnu í Suðurgrønlandi fyrr í summar, sum gav íblástur til tær rekommandatiónir, sum nú verða lagdar fram. Formaður í Útnorðurráðnum er Jógvan Durhuus, løgtingsmaður, men á ársfundinum tekur Ole Lynge, formaður í grønlendska landstinginum, við sum formaður. Stórt ferðamannaskip á Havnini Spentir vóru vit tá ið vit sóu hetta skipið koma siglandi inneftir. Tá vit komu oman á kajina vóru vit noyddir at bíða ein hálvan tíma, av tí at tað vóru so ómetaliga nógv ferðafólk við, tey flestu amerkanskir pensionistar. Umborð var ógvuliga vakurt. Har var nógv, sum hesi amerikansku luksusdyr kunnu taka seg til ímeðan tey sigla runt um Evropa. Skipið er úr Rotterdam og er á Cruiseferð runt um Evropa. Í løtuni sigla teir nú runt um í Norðurevropa, og hava akkurát verið á Shetlands oyggjunum. Úr Føroyum gongur leiðin Ímóti Íslandi, síðani fer skipið suðureftir. Gott hálvár hjá Føroya Tele Í tíðindaskrivi frá leiðsluni verður sagt, at fyritøkan hevði eitt avlop upp á 18 milliónir fyrra hálvár í ár, móti 16,9 milliónum sama tíðarskeið í fjør Her er talan um ein vøkstur upp á seks prosent. Av teimum 18 mió krónunum eru 1,5 mió settar av til skatt og 1,7 mió. eru settar av til konsessiónsgjald og rakstur av fjarskiftiseftirlitinum. Sveinur Tróndarson Nettosølan fyri fyrra hálvár 2000 vaks við átta prosentum úr 106 milliónum upp í 114 milliónir. Vøksturin stavar serliga frá øktum virksemi innan fartelefoni og internetnýtslu, samstundis sum vørusølan er økt. Harafturímóti eru inntøkurnar av fastnettelefoni minkaðar orsakað av takstirnir eru lækkaðir. Tað var tann 1. februar í ár, at Føroya Tele lækkaði takstirnar fyri vanligar telefonsamrøður. Áðrenn kostaði tað 70 oyru um minurrin at ringja um dagin og 35 oyru um náttina. Nú kostar tað 38 oyru um minuttin um dagin og 24 oyru um minuttin um kvøldið. Takstlækkingin hevur sjálvsagt við sær færri inntøkur og tá fyrra hálvár var farið, vóru um fimm milliónir krónur minni komnar í kassan fyri vanliga telefoni. Fyrra hálvár hevur Føroya Tele goldið 13 milliónir í avdráttum av lánum. Samanlagda lániskuldin hjá Føroya Tele er nú 127 milliónir móti 140 milliónum við ársbyrjan í ár. Men við stóra íløgutørvinum, sum er fyri framman í huga, so er tað alneyðugt fyri fyritøkuna at minka um skuldina. Andras Róin, stjóri, segði við Sosialin fyrr í hesum mánaðinum, at íløgur fyri umleið eina milliard liggja fyri framman, so tí ræður um, at fáa skuldina niður sum skjótast. Eginpeningurin hjá Føroya Tele økist við umleið 15 milliónum og er nú 142 milliónir krónur. Hálvársúrslitið og gongdin higartil hava við sær, at leiðslan fyri Føroya Tele væntar at ársúrslitið verður gott, skrivar stjórin í tíðindaskrivinum. Legur fyri rørslu-og menningartarnað Tær sera væl dámdu legurnar fyri rørslu- og menningartarnaðum og teirra næstingum, "Okkara legur", vera í Nesvík frá 15. til 17. og frá 22. til 24. september Tað er sjeynda árið á rað, at Heimamissiónin skipar fyri legum fyri rørslu- og menningartarnaðum og øðrum. Luttakararnir á legunum hava dámt sera væl og gleða seg hvørja ferð at sleppa aftur á legu. Á legunum í ár fara foreldur at børnum við serligum tørvi at halda fyrilestrar. Fyrireikararnir siga, at ofta verða trupulleikarnir hjá rørslu- og menningartarnaðum tiknir fram. Hesa ferð ætla tey tó at leggja dent á gleðina, eitt rørslu- ella menningartarnað barn ella vaksið fólk kann geva familjuni, og koma foreldur at siga frá hesum. Hetta sæst eisini aftur í evninum fyri leguna, sum er "gáva - uppgáva - gleði". Eins og undanfarin ár verður nógv ymiskt virksemi á legunum. Millum annað hestaríðing, spøl, ítriv og sangur. Sjálvandi verður eisini nógv gjørt burturúr hugnakvøldinum leygarkvøldið. Undirtøkan til legurnar plagar at vera sera góð, og tað vænta fyrireikararnir eisini, at hon verður í ár. Fleiri stovnar plaga at vera við, men fyrireikararnir sakna kortini, at fleiri av næstingum teirra eisini komu. Enn er pláss á legunum, men tað ræður um at skunda sær at boða frá luttøku, tí freistin er úti í hesi vikuni. Stuðul til íløgur Í blaðnum í gjár skrivaðu vit um Blákrosscaféina í Havn. Vit søgdu, at Tórshavnar kommuna í 1998 hevði latið 50.000 krónur í stuðli til raksturin av caféini. Stuðulin, sum Tórshavnar kommuna lat, var ikki rakstrarstuðul, men stuðul til íløgur. Síðani hevur Tórshavnar kommuna ikki latið caféini nakran stuðul. blðm. Uppgávan verður at fyrisita Tað er ikki so lætt í eini handavend at finna ein persón at stjórna sjónvarpinum. Útvarpið og sjónvarpið eru eins stovnar, og tí játtaði eg at taka við sum fyribilsstjóri, sigur Jógvan Jespersen Arbeiðsdagurin hjá mær verður í øllum førum øðrvísi. Hann verður longri og arbeiðsvikan verður eisini longri. Hetta sigur Jógvan Jespersen, sum eftir áheitan frá landsstýrismanninum í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, í gjár tók við sum fyribilsstjóri í Sjónvarpi Føroya samstundis sum hann framhaldandi eisini skal røkja starvið sum útvarpsstjóri. Men hetta verður bert í eitt avmarkað tíðarskeið, sigur Jógvan Jespersen, sum ímyndar sær, at hetta ikki verður longri enn restina av hesum árinum. Verður nýggjur stjóri settur fyrr, so ongantíð betur, sigur hann. Jógvan Jespersen vísir annars á, at tað kanska ikki var so løgið, at landsstýrismaðurin heitti á útvarpsstjóran um at taka um endan, tí tað kann vera ringt í eini handavend at finna ein persón, sum beinanvegin kann seta seg inn í viðurskiftini. Stovnarnir báðir eru púra eins og virka eftir somu lógum. Tí er tað ikki tann stóri munurin at fyrsita útvarpið og sjónvarpið, sigur Jógvan Jespersen. Spurdur um Jógvan Jespersen verður millum umsøkjararnar, tá starvið sum sjónvarpsstjóri verður leyst, svarar hann. Eg havi onga viðmerking til hatta. Mítt starv er í útvarpinum, og har ætli eg mær at verða verandi. Talan er bara um eitt fyribilsstarv. Tað var mánakvøldið, at Jógvan Jespersen varð spurdur, um hann vildi taka við sum fyribilsstjóri í Sjónvarpi Føroya. Hann fekk eina nátt at umráða seg í, og gjáramorgun játtaði hann umbønini. Jógvan Jespersen sigur, at hann ikki ráðførdi seg við starvsfelagarnar í útvarpinum, áðrenn hann tók avgerðina, men teir fingu tað at vita í somu løtu, sum avgerðin varð tikin, sigur hann. Hóast hann situr í tveimum stjórastørvum, so fær hann kortini ikki tvær stjóralønir, sigur hann. Hatta er ein avtala millum meg og Mentamálastýrið. Sjálvandi havi eg sett nakrar treytir, men tvær lønir er tað ikki talan um, sigur Jógvan Jespersen. Jógvan Jespersen er annars ikki heilt óroydnur í sjónvarpinum. Hann var tann fyristi journalisturin, sum settur var í starv, eftir at Jógvan Asbjørn Skaale og Finnbogi Ísakson settu skjøtil á sjónvarpstíðindini í Føroyum. Jógvan Jespersen varð settur starv í Sjónvarpi Føroya 1. august í 1984 og var í starvi har, til hann tók við sum útvarpsstjóri í 1990. Fyri 1984 hevði hann starvast í útvarpinum síðani 1979, tá hann fekk prógv frá Journalistskúlanum í Århus. Jógvan Jespersen leggur dent á, at hansara uppgáva verður mest av fyrisitingarligum slag. Eg fari ikki at seta nýggj ting í gongd í sjónvarpinum, ella at stinga aðra kós út í kortið. Tað haldi eg, at ein nýggjur stjóri skal gera, sigur Jógvan Jespersen. Hákun Steingrímsson deildarstjóri í Sjóvátrygging Føroya Sjóvátrygging hevur sett nýggjan mann í starvið, sum varð leyst, tá Páll Kunoy fór til Trygd Sveinur Tróndarson Hákun Steingrímsson er 36 ára gamal. Hann er útbúgvin løgfrøðingur. Hann hevur starvast í landsumsitingini í fleiri ár, tey seinastu, sum deildarstjóri á samskiftisdeildini í Vinnumálastýrinum. Starvið, sum deildarstjóri í Føroya Sjóvátrygging varð leyst fyri kortum, tí kappingarneytin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, Trygd fór avstað við verandi deildarstjóra. Hørð kapping um rávøruna Norska útflutningsráðið hevur gjørt eina kanning av marknaðinum fyri hvítan fisk Kanningin vísir at íslendingar seinastu tíðina hava tikið markna frá Norðmonnum í Portugal. Hetta kemst m.a. av at toskurin í Barentshavinum er smáur og tí ikki er egnaður til saltfisk. Smái toskurin er dýrur at framleiða og tí er tað tórført at fáa tað at bera til fyri frystiframleiðsluna av toski. Hetta hevur ført við sær ein øktan útflutning av feskum og frystum óvirkaðum toski til Kina, Polen og Suður-Korea uppá 25%. Serliga er tað tann smáttfallandi fiskurin, sum fer til hesi lond, sum vegna lágar lønarkostnaðir kunnu virka henda fisk og selja hann aftur til kappingarføran prís á m.a. ES marknaðinum, - næstan 100% av hesum fiski verður útflutt aftur til evropeiska marknaðin. Hetta merkir, at norðmenn kappast á ES marknaðin við fiskavørur framleiddar í m.a. Kina virkaðar úr norskari rávøru. Kanningin bendir eisini á, at príslegan á toski hevur rivið seg leysan frá øðrum hvítum fiski sum t.d. hake og alaska pollock. Ein tilsvarandi kanning í 1996 vísti, at toskaprísurin fylgdi prísinum á øðrum hvítum fiski, men soleiðis er ikki longur. Høvuðsorsøkin til hetta er, at tað er lítið til av toski á marknaðinum og at heims kvoturnar samanlagt eru minkaðar í ár og koma væntandi at minka enn meira komandi ár. Upsi Tilgongdin av alaska pollock og øðrum fiskasløgum, sum vanliga kappast við tosk minkar. Hetta fer eftir øllum at døma at føra til eina øktan eftirspurning eftir upsa, og at eftirspurningurin eftir upsa í framtíðini fer at verða enn meira tengdur at útboðnum av alaska pollock, hoki, hake og upsa. Ein nýggj brúkarakanning, sum Fiskeriforskning hevur gjørt í Frankaríkið vísir, at brúkarin fatar alaska pollock og upsa sum vørur sum fult út kunnu setast í staðin fyri hvørja aðra, og at brúkarin ikki skilur ímillum norskan, franskan upsa, alaska pollock og deep-skinnað upsaflak. Substittutiónin millum hesar vørurnar í hesum marknaðinum er fulkomin. Ein onnur týdningarmikil niðurstøða í hesi kanningini er at gjaldviljin hjá brúkunum er hægri enn tann prísurin, sum upsi í løtuni verður seldur fyri. Brúkarin vil fegin gjalda 39 frankar/kg meðan upsin ofta verður seldur niður í 29,9 frankar /kg. Tað er eingin eyka gjaldsvilji fyri deep-skinnaðan upsa so tað er ivasamt um henda framleiðsla er lønandi til tann franska marknaðin. Franski brúkarin er eisini til reiðar at gjalda tveir til tríggjar frankar/kg meira fyri franskan upsa og kemst hetta fyrst og fremst at tjóðarkensluni. Brúkarin sær ongan annan mun millum norskan og franskan upsa. (Kelda: EFF 2000). Veðrið Lágtrýstið vestanfyri Ísland fer spakuliga í landnyrðing og brúgvalagið haðani til Føroya fer í landnyrðing. Lágtrýstið í útsynning úr Íslandi fer í landnyrðing og dýpist nógv og gevur væntandi storm hósdagin. Veðrið í dag: Lot til andøvsgul av ymsum ættum, móti kvøldi andøvsgul av suðri. Eitt skifti regn, annars sólglottar. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið hósdagin: Hann veksur vindin upp í skrið, kanska storm, av landsynningi og fyrrapartin regn. Seinnapartin stormur av útsynningi og ælingur. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið fríggjadagin: Hvassur vindur ella skrið av útsynningi, seinni nakað minni vindur av útnyrðingi. Ælingur, men eisini sólglottar og hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Hann minkar vindin niður í andøvsgul av vestri, seinni av suðri. Sólglottar, men serliga leygardagin ælingur. Hitin millum 7 og 11 stig. Í gjár: Lágtrýstið vestanfyri Ísland fer spakuliga í landnyrðing og brúgvalagið haðani til Føroya fer í landnyrðing. Í dag: Lágtrýstið í útsynning úr Íslandi fer í landnyrðing og dýpist nógv og gevur væntandi storm hósdagin. Fyrivarni Av føroyingum, ið royna seg á altjóða støði, er tað bert landsstýrið, ið ger sær fyri skommum Tróndur Djurhuus farin frá sum sjónvarpsstjóri Tróndur Djurhuus hevur nú lagt frá sær sum sjónvarpsstjóri. Hetta ger landsstýrismaðurin í kringvarpsmálum, Tórbjørn Jaocbsen greit. Tróndur Djurhuus sigur í tíðindaskrivi, at hann sjálvur hevur havt ábyrgdina av tí rakstrarhalli, sum sjónvarpið hevur havt í 1998 og 1999. Hann sigur, at nú tað hevur eydnast at fáa raksturin aftur í trygga legu, hevur hann gjørt av at leggja frá sær sum stjóri. Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður hevur sett Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, sum fyribils stjóra fyri Sjónvarp Føroya. Hann sigur, at persónliga samanfallið á ongan hátt skal skiljast sum ein liður í eini roynd at leggja almennu fjølmiðlastovnarnar saman. Politiska endamálið er framvegis, sum fráboðið í løgmansrøðuni á ólavsøku, at skipa tær báðar almennu rásirnar sum sjálvstøðugar almennar fyritøkur. Tað fyrireikandi arbeiðið er komið so mikið langt, at tað fer at fáa politiska viðgerð í næstum, sigur landsstýrismaðurin. Tá framtíðarleisturin er lagdur, verður nýggjur sjónvarpsstjóri settur, sigur Tórbjørn Jacobsen. Oddagrein: Gott arbeiði - frálík mannagongd NEVNDIN, sum ger uppskot til eina føroyska grundlóg, hevur tikið eitt áhugavert og demokratiskt stig við at lata almenningin koma upp í hetta arbeiðið umvegis fjølmiðlarnar. Umframt nevndina eru skipaðir 18 undirbólkar, sum arbeiða við hvør sínum evni. Eftir ætlanini skulu undirbólkar nú leggja fram síni sjónarmið á tíðindafundum einaferð um vikuna. HARAFTURAT er tann nýggi miðilin - alnótin, ella internetið - tikin í brúk í hesum arbeiði, tí tað ber til at fara inn á heimasíðuna hjá grundlógarnevndini. Á heimasíðuni kunnu fólk spyrja og seta fram sjónarmið um eina komandi grundlóg fyri Føroyar. Tað er bert at vóna, at fólk taka henda møguleika í størri álvara enn kjaksíðan hjá fullveldisætlanini ber boð um. NÚ kann onkur sjálvandi seta spurnartekin við, um tað er neyðugt at gera eina føroyska grundlóg, tí enn vita vit ikki, um Føroyar verða skipaðar sum fullveldi ella ikki. Vit minnast, at tá uppskot var frammi at seta eina grundlógarnevnd, mæltu andstøðuflokkar frá. Teir vístu, at hetta var tann øvugta gongd, tí tað skuldi verið óneyðugt at setta hetta verkið ígongd, fyrr enn eina fólkaatkvøða hevði víst, at føroyingar vóru fyri fullveldi. MEN nú er arbeitt í eina tíð, og tey flestu munnu helst ásanna í dag, at tað hóast alt er gott, at vit eru farin at seta eyga á okkara stjórnarskipanargrundarlag. Tað er jú á grundlógini, at alt annað lóggávuverk skal skipast. Henda lóg setir upp nakrar grundleggjandi karmar, sum vit hava at halda okkum til. Harafturat er tað frálíkt, at hesir bólkanir, sum arbeiða við teimum ymisku evnunum, vísa á og spyrja, um hetta ella hatta er rætt ella skeivt. Á henda hátt ber til at seta kikaran á ávís fyribrigdi, sum vit kanska ikki hugsa so nógv um í tí dagliga. TIL dømis er áhugavert, at bólkurin, sum arbeiðir við persónligu mannarættindum, setir spurnartekin við, um mannarættindini verða brotin, tá myndugleikar kunnu treingja seg inn á fólk fyri at kanna ymisk viðurskifti, uttan at ein dómari hevur tikið støðu til ætlanina. Eftir at nevndin hevur víst á hesi viðurskifti, munnu óivað mong hava hugsað við sjálvum sær, um tað nú er rætt, at ein nevnd, vaktar- og bjargingartænasta ella toll- og skattvaldið kunnu kanna viðurskifti, uttan at ein grundaður mistanki er til staðar. Somuleiðis er tað áhugavert, at bólkurin eisini tekur navnalóggávuna fram, og spyr, um tað er rætt, at t.d. gomul bíbilsk nøvn ikki kunnu brúkast í Føroyum. FLEIRI dømi skulu ikki nevnast, men nevndin skal hava rós fyri at geva føroyinginum møguleikan at vera við í eum grundleggjandi arbeiði. Hergi Hádal 70 ár Kvøða til mín kæra elskaða pápa Hin 4 september 1930, var pápi borðin í heim í Nýlendum í Trøðum, heima á Sandi, har hann somuleiðis traðkaði sínar barna- og ungdóms skógvar. Sum hjá flest øllum unglingum tá á døgum var lítið annað í at velja eftir lokna skúlagongd, enn sjógvurin. Sum 18 ára gamalur fór pápi við Tvørásluppini >>Falkurin<< sum bróðir hansara førdi, og fekk hann sostætt um endan av slupptíðini. Falkinum var hann við, til hann um 21 ára aldur fór í smiðjulæru hjá Tummasi Juul Askam í Havn, í sama bygningi, har Kvøldlot ár seinri helt til. Eftir lokna lærutíð gekk leiðin á maskinmeistaraskúla, haðani hann fekk prógv í 1956. Alla smiðjutíðina og maskinskúla tíðina við búði pápi á Sjómannsheiminum í Havn. Har mundi vera gott at vera, tí ikki eru so fáar søgur og forteljingar um allar tær beistagerðir, ið lærlingar og skúlanæmingar framdu har, sum jú eisini sjálvsagt er, har so nógv ung koma saman, og eg haldi meg somuleiðis vita, hvør ungur sandingur ikki mundi standa í aftastu røð ? Tó so! Har var annað og meir álvarsligt á skránni enn gaman og skemt, tí tað var nevnliga á sjómansheiminum at pápi hitti mammu, Annu E. Jacobsen av Eiði, tey giftust hin 3 januar 1960 og fingu tey 3 børn. Pápa og mammu untust at vera gift 36 ár, til hon ólavsøkuaftan í 1996, eftir stutta sjúkralegu, andaðist. Eftir loknan maskinmeistaraskúla, lá leiðin sum vera mann, aftur út á sjógvin. Fyrst við dampdrivnum hvalaskipi og fekk á tann hátt enn einaferð um endan á eini tíð, ið var við at fara, seinri fór hann við línuskipi. Í 1958 Fekk pápi hýru í reiðarínum Dansk/Fransk. Frá 1964 til 1969 var hann á NATO basanum >>Søndre Strømfjord<< í Grønlandi, har hann var >>super intendent og supervisor<< og arbeiddi, bæði innan fyri tann civila og herðnarliga partin av basanum. Men sjógvurin dró framvegis, og í 1969 fekk hann hýru sum maskinchefur í danska reiðarínum Kosan Tankers, nú Lauritzen Kosan, har hann starvaðist, til hann í 1977 av álvara legðist á land og fór í starv sum formaður í LV-Maskinmiðstøðini í Kollafirði, har hann framvegis er í starvi. Seinru nógvu árini, hevur hann havt goymsluna har, um hendi. Pápi var í mong ár, sera virkin í fakfelagsarbeiði og sat í nevndini í Maskinmeistarafelagnum í 12 ár, har hann i fleiri av árunum, var næstformaður. Eitt, ið sigast kann hava verið eitt av størstu hjartamálum hansara, var at virka fyri betri umstøðum fyri maskinmeistaraútbúgvingina í Føroyum, hetta við at fáa betri og tíðarhóskandi høli til vega, og var hann í fleiri ár formaður í útbúgvingarráðnum fyri maskinskúlan. Hetta var eitt drúgt og sera tungt arbeiði, ið stríðst var við, ígjøgnum nógv skiftandi landstýri. At enda var komið á mál, og tann nýggi og stásiligi maskinmeistaraskúlin stendur har í dag, sum vit kenna hann. Mær er frá sagt frá politikara, ið eitt skifti hevði tað sum málsøki, at um ikki ein so áhaldandi, áhugað og treisk drívmegi var aftanfyri, var nýggi skúlin neyvan enn ikki komin. Nakað av salti mann framvegis vera í aðrunum hjá pápa, hann kundi í hvussu so er hugsað sær at farið onkran avloysaratúr sum maskinmeistari, nú tá hann áðrenn long tíð er fráliðin, væntandi gevst hjá Landsverkfrøðinginum. Eg vil at enda, vegna Bjarndis, børn okkara og meg sjálvan bera eina hjartans stóra tøkk til tín pápi, fyri alt ið tú er og altíð hevur verið fyri okkum og ikki minnst, hvat tú hevur verið fyri meg ígjøgnum míni goðu 30 ár. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við teim 70 árunum og biða til, at mong ár mugu leggjast afturat teim farnu. Guds signing og framhaldandi góða heilsu í komandi tíðum. Takk fyri, góði pápi, ynskir Árni v/fam. Todi er ivasamur Feløgini hjá øllum teimum føroysku landsliðsspælarunum í Danmark spæla í kvøld landskappingardystir á heimavølli Í kvøld klokkan seks føroyska tíð skulu feløgini hjá føroysku landsliðsmonnunum í Danmark aftur í eldin. Felags fyri AGF, FCK og Herfølge er, at tey skulu spæla á heimavølli. AGF tekur ímóti Lyngby, Herfølge fær vitjan av Silkeborg, og í Parkini verður grannauppgerð millum FCK og AB. Jákup Mikkelsen skal verja málið hjá Herfølge. Óli Johannesen verður í hópinum hjá AGF. Um hann verður á liðnum var ikki greitt, tá vit frættu. Hvussu tað verður hjá Toda Jónsson var meiri ivasamt í gjár. Todi fekk ein løst í lærið undir skotvenjing á Svangaskarði fríggjakvøldið. Leygardagin vandi hann ikki saman við hinum, og tað var sera ivasamt, um hann fór at verða førur fyri at spæla sunnudagin. Mannagongdin í sambandi við landsdystir er tann, at liðini skulu almannakunngerast trý korter undan dystarbyrjan. Dómaraseðilin hjá føroyska liðnum var skrivaður, áðrenn teir fóru úr Runavík og út á Svangaskarð. Men reglurnar úti fyri nummar tíggju og fimtan stóðu tómar. Á Svangaskarði varð Todi testaður, og beint frammanundan klokkan 14.15 avgjørdi Todi sjálvur, at hann skuldi spæla, og so fekk Kurt Mørkøre troyggjuna við fimtan talinum á. Á avrikinum hjá Toda sást í 1. hálvleiki einki til, at hann var plágaður av skaða. Tíggju minuttir eftir steðgin bað hann eftir ein spurt um at verða skiftur út. Tá var vøddaskaðin í lærinum aftur farin at gera um seg. Todi og hinir landsliðsmenninir, sum spæla í Danmark og Noregi, fóru úr Vágum fyrrapartin mánadagin. Todi hevur síðani verið í FCK, men tá vit frættu í gjár var ikki greitt, um hann verður førur fyri at spæla í kvøld. Umframt AGF-Lyngby, FCK-AB og Herfølge-Silkeborg eru tríggir aðrir dystir á skránni í Danmark í kvøld: Brøndby-Viborg, FCM-Haderslev og OB-AaB. Lítil futtur í íslendingum HM undankapping: Allan Simonsen heldur, at fótbóltsliga avrikið hjá føroyingum ímóti Danmark var meiri sannførandi enn tað hjá íslendingum Allan Simonsen, landsliðsvenjari, ætlaði upprunaliga at hava tvær venjingar leygardagin. Men eftir venjingina fríggjakvøldið var avrátt, at tað bara skuldi venjast leygarmorgunin klokkan ellivu. Hópurin var eitt sindur tyngdur, tí Todi Jónssn hevði fingið ein løst í lærið, og John Petersen hevði tað heldur ikki ov gott í øðrum knænum. Leygarkvøldið var landsliðið á Svangaskarði, har teir ótu døgurða og hugdu at dystinum ímillum Ísland og Danmark. Eingin ivi var um, hvørjum Allan Simonsen tók á við, men millum spælararnar vóru kenslurnar ymiskar. Summir tóku á við Danmark, og um í hvussu so er teir, sum spæla í Íslandi, tóku á við grannum okkara fyri vestan, so var tað ikki so undarligt. Danmark vann 2-1. Morten Olsen og hansara menn vóru lættir um hjarta. Teir høvdu roknað við, at uppgávan fór at verða torfør, og tað stóð eitt sindur á síðstu løtuna, men eingin ivi var um, at sigurin var uppiborin. Íslendingar spældu ikki væl, og Allan Simonsen hevði góðar møguleikar at sammeta avrikini hjá Føroyum og Íslandi ímóti Danmark. Íslendingar eru frammanfyri okkum á altjóða listanum. Leygarkvøldið hevði eg saman við spælarunum ein fínan møguleika at staðfesta, at teir spæla ikki betri fótbólt, enn vit gera. Okkara fótbóltsspæl hekk betri saman ímóti Danmark, enn teirra gjørdi. Hví eru teir so frammanfyri Føroyar á altjóða listanum? Tað er ein sera áhugaverdur spurningur. Tað snýr seg um royndir og álit á egnum evnum. Íslendingar hava fleiri ferðir vunnið og spælt javnt ímóti teimum stóru. Teir eru ikki nøgdir við at tapa tepurt ímóti t. d. Fraklandi og Russlandi. Tað er hugburðurin, sum ger munin. Nú fingu vit eitt gott úrslit ímóti Slovenia. Men vit mugu ikki verða nøgdir fyrrenn vit vinna, heldur Allan Simonsen. Fyrrverandi danski landsliðsmaðurin heldur, at tað væl kann hugsast, at onnur lið í bólkinum hjá Danmark fara at missa stig á Laugardalsvøllinum. Næstu ferð skal Danmark spæla ímóti Norðurírlandi. Tað var um reppið, at norðurírar heilkiksaðu á heimavølli. Teir vunnu 1-0 ímóti Malta. Innskifti Phil Gray skoraði, tá 20 minuttir vóru eftir. Malta var óheppið ikki at koma á odda longu í 4. minutti. George Mallias sendi í stólpan og aftur í málteigin. Kekkia vann 1-0 í Bulgaria, og teir mugu saman við Danmark metast sum greiðir favorittar í bólkinum. Farvæl til FCK Ein miðvallari fór mánadagin úr felagnum hjá Toda og til OB Hurðin inn og út úr FCK gongur títt. Vit hava síðstu vikurnar skrivað, at felagið hevur keypt tríggjar spælarar. Tað hevur leingi ligið í luftini, at teir eisini ætlaðu at selja, og nú er fyrsti fuglurin flogin. Talan er um miðvallaran Carsten Hemmingsen. Hann er 29 ára gamal, og hann hevur síðstu vikurnar havt ilt við at vinna sær pláss á liðnum. Carsten Hemmingsen hevur ikki dult, at hann hevur droymt um at sleppa til bretskan fótbólt. Hann royndarvandi í síðstu viku í Dundee United. Men tá einki spurdist burturúr, tók hann av einum tilboði frá OB, har hann spældi fram til 1996. Kim Brinck, sum Carsten Hemmingsen hevur havt til venjara bæði í OB og FCK, er nú stjóri í OB. Fyrrverandi FCK miðvallarin eigur ein beiggja, sum altið hevur spælt og framvegis spælir í OB. Hann eitur Michael Hemmingsen. Hann er 32 ára gamal. Leygardagin var OB verjuspælarin í Íslandi við Morteni Olsen, Michael Laudrup og teimum. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var í landsliðsferðalagnum. Norðmenn vóru vónsviknir Finnlendingar og sviar fingu fult, meðan Andorra og Liktinstein taptu tepurt Í Noregi hevur fótbóltslagið ikki verið nakað serligt í hesi vikuni. Noreg hevur staðið seg avbera væl í undanfarnu undankappingum. Hesa ferð megnaðu teir bara málleysan javnleik á Ullevål ímóti Armenia, sum ikki hevur verið roknað fyri nakað serligt. Armenararnir togaðu í bremsuna allan 1. hálvleik, og norðmenn dúraðu. Í 2. hálvleiki megnaði heimaliðið at trýsta á naglan, men teir komu ikki nærri enn at stúta við síðuna av. Í Svøríki var lagið gott. Teir fingu trý stig í torføra dystinum ímóti Aserbadjan. Miðvallarin Anders Svensson úr Elfsborg, sum óvæntað var millum teir fyrstu ellivu, sendi longu í 9. minutti eitt langskot upp undir nettakið. Í 2. hálvleiki vóru sviar kroystir aftur á vøllin, men teir komu undan við øllum stigunum. Finnland vann á heimavølli 2-1 á Albania. Jari Litmanen, sum er ónøgdur í Barcelona, har hann er lítið á vøllinum, legði heimaliðið á odda stutt undan steðginum. Miðskeiðis í 2. hálvleiki fingu finnar vátan vøtt, tá Edvin Murati javnaði fyri Albania. Skelkurin stóð bara við í fýra minuttir. So skoraði innskifti Aki Rihilahti, sum spælir í norska Vålarenga, sigursmálið eftir hornaspark. Finnar vóru bara tíggju síðstu 20 minuttirnar. Janne Saarinen fekk í tveir minuttir tvey gul kort og noyddist tískil at fara av vøllinum. Albanararnir trýstu, men teir komu ikki nærri máli enn skoti beint omanfyri tvørtræið. Tey smáu Umframt Føroyar vóru tað onkur onnur av teimum smáu í Europa, sum fingu stig í vikuskiftinum. Ivaleyst var føroyska stigið tað mest óvæntaða, men Andorra var um reppið at fáa stig. Høvdu teir megnað tað, so hevði talan verið um uppaftur størri søgu. Andorra hevur ongantíð fingið stig í einari undankapping. Í vikuskiftinum taptu teir 3-2 á heimavølli ímóti Kypros, sum eisini verður roknað millum tey smáu. Tað var tætt við, at tað fyri fyrstu ferð skuldi eydnast hjá Andorra. Tað var farið ein minutt út um vanligu leiktíðina, tá Michael Constantinou skoraði sigursmálið. 1000 vónbrotnir heimamenn fóru til hús. Í føroyska bólkinum, bólki 1, stríddist Luksemburg á heimavølli ímóti Jugoslavia. Longu í 4. minutti sóu teir 3.305 áskoðararnar á Josy Barthel stadion Savo Milosevic, sum hevur skorað ímóti føroyingum fleiri ferðir, seta hol á fyri Jugoslavia. Miðskeiðis í 1. hálvleiki økti Slavisa Jokanovic. Luksemburg megnaði ikki - sum føroyingar megnaðu ímóti Slovenia - at koma afturíaftur og taka tvey mála leiðsluna aftur. Ísrael, sum hevur Richard Møller Nielsen við róðrið, telist ikki ímillum tær størstu fótbóltstjóðirnar í Europa (teir vilja fegnir og verða roknaðir sum europearar í fótbóltshøpi). Hesa ferð høvdu teir vitjan av Liktinstein, sum Føroyar vunnu 1-0 ímóti á útivølli 26. apríl. Ísrael skoraði beinanvegin, men teir megnaåðu ongantíð at binda um. Liktinstein hevði møguleikar at javna, men í síðstu løtu varð sigurin staðfestur til 2-0. Heini var í essinum 2. deild: GÍ tók sær veruliga av løttum ímóti hvalbingum, sum fóru heimaftur við einum 5-1 tapi GÍ-Royn 5-1 (3-0) Fýra ferðir var Heini Heinason á rætta staðnum móti Royn í Sarpigerði. Hann skeyt tvey tey fyrstu og tvey tey síðstu málini. Inn ímillum slapp Áslakkur Nesá við einum máli, og Allan Michelsen pyntaði eitt sindur um úrslitið ímóti endanum av dystinum. Eftir fyrsta korterið var als ikki líkt til, at GÍ fór at vinna so sannførandi. Royn sá út til at vilja nakað og var væl við í dystinum, men so rapaði korthúsið. Innanfyri eini fimm minuttir miðskeiðis í fyrra hálvleiki hevði GÍ skorað trý mál, og so var dystuin í roynd og veru avgjørdur. Tað var fyrst og fremst Heini Heinason, sum hevði stillað kanonina rætt inn henda dagin. Hann legði fyri við tveimum málum. Fyrstu tvey málini líktust hvørjum øðrum, har hann var fríur við málverjanum hjá Royn og fór framvið honum. Áslakkur Nesá slapp eisini uppí part. GÍ miðvøllurin vinnur bóltin og Áslakkur Nesá dregur á skrá inn móti brotsteiginum, har hann lobbar bóltin uppum málverjan til 3-0. Trý skjót mál innan stutt tíðarskeið avgjørdi dystin. Hvalbingar gjørdu lítið um seg eftir hetta, og sóu út til at hava góðtikið eitt tap. Í seinna hálvleiki tók Heini afturí aftur, har hann hevði slept. Tað fjórða málið hjá GÍ var eitt vakurt og stuttligt mál. Heini Heinason dróg við bóltinum heilt inn móti málteiginum, har hann snýtti bæði málverjan og verjuspælarar, áðrenn hann nakað frekt legði bóltin í netið við hælinum. Seinasta málinum stóð Heini eisini fyri. Hann verður spældur inni í brotsteiginum, og skotið fór undir málverjan, sum heili fimm ferðir mátti í málið eftir kúluni. Allan Michelsen fekk seinasta orðið í dystinum, tá hann hevði fótin á bóltinum inni í brotsteiginum eftir eitt lítið trunkaspæl. Hvalbingar vístu tó ongan vilja at vinna, og teir liggja nú einsamallir í botninum við tveimum stigum upp til nærmasta kappingarneyta. Royn hevur eisini torfør mótstøðulið í teimum seinastu fýra dystunum, har teir bæði skulu til Fuglafjarðar og Tvøroyri, so útlitini eru ikki tey bestu. GÍ kann nú harafturímóti anda lættari, tí vandin fyri niðurflyting er mestsum av á hesum sinni. GÍ-Royn 5-1 (3-0) 1-0: Heini Heinason 2-0: Heini Heinason 3-0: Áslakkur Nesá 4-0: Heini Heinason 5-0: Heini Heinason 5-1: Allan Michelsen Støðan eftir dystirnar um vikuskiftið Úrslit: LÍF-HB 2-1 B36-NSÍ 1-3 TB-ÍF 1-3 GÍ-Royn 5-1 KÍ-EB/Streymur 2-2 ÍF hevur enn ein møguleika 2. deild: Við sigrinum á TB suðuri á Tvøroyri er ÍF enn við í stríðnum um uppflytingina Undan dystinum móti ÍF høvdu tvørámenn bara tapt ein av teimum seks dystunum á heimavølli og vunnið hinar. Seinast teir vóru heima á Sevmýri vunnu teir heili 6-1 á B36. Hesuferð var ÍF, sum ongantíð hevur tapt á útivølli í ár, á vitjan, og tað var óvæntað, at fuglfirðingar fóru norður aftur við øllum trimum stigunum. 3-1 var støðan, tá dómarin bríkslaði av, men í hálveikinum stóð á jøvnum 1-1. Frá byrjan av var greitt, at ÍF mest lúrdi uppá snarálop, og tí hevði TB bóltin meira. Hóast leikliga yvirvág, so hevði TB trupult við at skapa nakrar veruligar málmøguleikar, og ÍF var vandamiklari frammanfyri málinum og hevði fleiri møguleikar enn heimaliðið. Tí var úrslitið rættvíst, tá havt verður í huga talið av málmøguleikum, sum liðini høvdu. TB var uttan onkrar av teirra føstu spælarum, og tí var ein av gomlu kempunum, Poul F. Joensen, aftur at síggja í stríputu TB-troyggjuni. ÍF manglaði Bárð á Lakjuni, og tað er ein stórur missur, men hann hevur ikki spælt nógv á ÍF liðnum í ár. Kontramál Fyrsta málinum í hjá ÍF stóð eldri bróðir Bárð fyri. Høgni á Lakjuni hevði seinasta fótin á einum innleggi úr høgru frá Hergeiri Eldevig, eftir at hesin mestsum hevði runnið longdina á vøllinum. Verjan fekk fatur á bóltinum, og so gekk tað skjótt frameftir. Størsti parturin av ÍF liðnum aftanfyri miðjuna, tá málið varð skotið. TB kláraði tó at javna fyri steðgin. Jón Tórur Holm gjørdist púra fríur og lobbaði uppum málverjan til 1-1. Fuglfirðingar vóru í øðini um, at linjuverjin ikki hevði flaggið uppi, tí teir mettu, at Jón Tórur var klárt rangstaddur. Dómarin lat málið standa, og hetta var eisini støðan við steðgin. Tað gekk leingi áðrenn ÍF legði seg framum aftur, og aftur var tað eftir eitt snarálop. Hergeir Eldevig hevði eisini stóran lut í hesum. Hann legði innfyri úr høgru, og Eyðolvur Petersen skeyt í netið til 2-1. Mortan Thomsen sló sigurin fastan, tá hann skallaði bóltin málið. Aftur var tað innlegg úr høgru eftir snarálop. Taktikkurin, sum Petur Mohr legði undan dystinum, eydnaðist avbera væl, og ÍF er nú við aftur í stríðnum um uppflyting. Tó hava teir eina sera torføra skrá í teimum fýra dystunum, sum eftir eru. NSÍ og EB/Streym á útivølli eru kanska teir torførastu dystirnir á árinum, men hinvegin hava teir HB og Royn, sum eru niðast, á heimavølli. Tað verður torført hjá TB at røkka fremsta plássinum, men nú er mest umráðandi at halda fast um annað plássið, sum gevur teimum møguleika at spæla móti næstniðasta liðnum í 1. deild. TB-Í F 1-3 (1-1) 0-1: Høgni á Lakjuni 1-1: Jón Tórur Holm 1-2: Eyðolvur Petersen 1-3: Mortan Thomsen Trý lið kappast um FM heitið Eftir vikuskiftið hava trý lið í kvinnudeildini veruliga dragna frá hinum, og eru tað KÍ, HB og VB. Øll trý liðini vunnu í vikuskiftinum, tó vann KÍ uttan dyst, meðan B36, NSÍ og Skála í løtuni ikki síggja út til at ogna sær heiðursmerkir í ár KÍ skuldi eftir ætlan taka ímóti NSÍ í Klaksvík leygardagin, men hesin dystur varð aldrin bríkslaður í gongd, eftir at NSÍ ikki møtti upp. Bæði KÍ kvinnurnar og dómararnir stóðu til reiðar á vøllinum leygardagin, men tað vísti seg, at gestirnir ikki komu, og varð dysturin sostatt tíverri ikki spældur. Mest sannlíkt er, at KÍ vinnur uttan dyst, tí sambært KÍ venjaranum Jón Harald Poulsen, ætlar KÍ ikki at útseta meiri dystir, eftir at tær hava ein annan útsettan dyst móti VB fyri framman, sum eftir ætlan skal avgreiðast í hesi vikuni. Orsøkin til, at NSÍ kvinnurnar ikki møttu upp, var eftir øllum at døma fólkatrot. Tær hava havt trupulleikar fyrr í ár við fólki, men hesaferð er ikki líkt til, at tær fáa møguleikan at spæla dystin seinni. KÍ fekk sostatt trý stig, og eru tær enn á odda í 1. deild hjá kvinnum. VB og B36 hvør sín veg VB tók ímóti B36 í Vági leygardagin. Um B36 skuldi gera sær nakrar vónir um at vera við í oddastríðnum, skuldu tær hava trý stig. VB skuldi harafturímóti eisini hava trý stig, um tær skuldu halda á at hótta HB og KÍ, so hetta var ein týdningarmikil dystur fyri bæði liðini. Hálvleiksstøðan í Vági var 0-0, og úr Vági hoyrist, at fyrri hálvleikur var javnur. Men í seinna hálvleiki bragdaði í hjá heimaliðnum, og eitt korter inn í seinna hálvleik legði Guðrun í Lágabø VB á odda 1-0. Tá umleið hálvur tími var farin av seinna hálvleiki, sló Rannvá Augustinussen sigurin fastan fyri VB, og sostatt heldur VB á við at anda KÍ og HB í nakkan, meðan B36 er so gott sum úti av FM stríðnum. VB hevur møguleikan at gerast føroyameistari, og tær hava ikki leikt nakran dyst móti oddaliðnum KÍ enn. Um VB megnar at fáa eitt gott úrslit móti KÍ í útsetta dystinum, sum eftir ætlan verður leiktur í hesi vikuni, kunnu VB kvinnurnar veruliga gera seg galdandi í FM stríðnum. Tað verður sera torført hjá B36 at fáa heiðursmerkir í ár, og í løtuni sær út til, at tær so gott sum eru úti av FM stríðnum, men góð úrslit móti KÍ og grannunum úr HB kann venda gongdini hjá B36. HB tók sær av løttum HB tók ímóti Skála sunnudagin, og endaði hesin dysturin sum væntað við einum stórsigri til heimaliðið. Hálvleiksstøðan var heili 6-0, og sostatt var alt avgjørt, tá seinni hálvleikur fór í gongd. Í fyrra hálvleiki skutu Viviann Thorleifsson og Gunn Muller tvey mál í part. Annika Godtfred fekk eitt, meðan eitt var sjálvmál. Í seinna hálvleiki fingu HB kvinnurnar fýra mál, og úrslitið gjørdist sostatt 10-0 til HB. Viviann Thorleifsson skeyt tvey mál afturat, meðan Maria Johnson og Eyðfríð Christiansen skutu eitt mál í part. Næsta vikuskiftið skal HB inn til Runavíkar at spæla móti NSÍ, og tað kann koma at gerast ein torførur dystur hjá HB. KÍ mátti taka til takkar við einum 3-1 tapi, tá tær vóru í Runavík og vitjaðu, og tað hevur uttan iva givið HB nakað at hugsa um. KÍ skal til Havnar at spæla móti B36, og er hetta eisini ein sera spennandi og týdningarmikil dystur. B36 má í minsta lagi hava stig, um tær skulu ogna sær heiðursmerkir í ár, meðan KÍ við einum tapi ella javnleiki kann fara av ovastu rók. Skála tekur ímóti VB, og eru VB kvinnurnar favorittar at fara suður aftur við trimum stigum. Eftir ætlan skal útsetti dysturin millum VB og KÍ eisini spælast í hesi vikuni, og kann VB við einum sigri taka seg framum KÍ. Um KÍ vinnur, verður sera torført hjá vágbingum at vinna FM, tí so vera heili fimm stig ímillum bæði liðini. Í løtuni eru tað HB, KÍ, og VB sum berjast um FM heitið, og tey dragnaðu veruliga frá hinum trimum liðunum hetta vikuskiftið. KÍ liggur best fyri, men ein kann ikki avskriva HB og VB at vinna FM heitið. B36 liggur aftanfyri og lúrir, og hava tær lítlan møguleika at vinna, meðan uppgávurnar hjá NSÍ og Skála eru at arga og taka stig frá teimum stóru. Dystirnir hetta vikuskiftið vóru hesir: KÍ-NSÍ KÍ vinnur uttan dyst HB-Skála 10-0 HB: Viviann Thorleifsson 4, Gunn Muller 2, Maria Johnsson 1, Eyðfríð Christiansen 1, Annika Godtfred 1, sjálvmál 1. VB-B36 2-0 Rannvá Augustinussen 1, Guðrun í Lágabø 1. LÍF legði HB afturum 2. deild: Nýggja venjaraparið í Leirvík fekk sín fyrsta sigur til høldar móti HB, sum nú liggur til at flyta niður LÍF-HB 2-1 (0-0) Fyri fyrstu ferð í sjey dystum kundi LÍF fegnast um trý stig eftir loknan dyst. Ikki síðan leirvíkingar vunnu á KÍ 10. juni, er tað eydnast teimum at fáa trý stig. Stigini móti HB vóru eisini sera kærkomin tí niðurflytingin andaði teir í nakkan. Við hesum sigrinum hava teir lagt HB afturum seg, og nú eru leiklutirnir býttir um. HB er nú á næstniðasta plássi og LÍF eitt omanfyri. Hetta var eisini fyrsti sigurin hjá venjarunum Jógvan Júst Olsen og Bergi Vatnhamar, sum sóu lið sítt vinna 2-1. LÍF var betra liðið allan dystin og vísti nógv meira vilja at vinna enn havnarmenninir, sum hinvegin ikki komu fram til teir stóru møguleikarnar. LÍF hevði eisini rættuliga nógvar møguleikar gjøgnum dystin, men einki bar til, tí teir vóru sum gandaðir frammanfyri málinum. Kanska var tað tí at HB hevði garvaða Kaj Leo Johannesen í málinum, og øll vita, at dugur var í honum, tá hann spældi á 1. liði hjá HB. Kaj Leo hevði fleiri framúr góðar bjargingar, og fleiri ferðir komu LÍF-arar púra leysir, men hann stóð sum ein múrur. Eisini vóru royndir á træverkið, sum tó fóru útaftur í spælið. Tá bara fimm minuttir vóru eftir, bragdaði endiliga hjá heimaliðnum. Eitt av teimum mongu skotunum á HB málið varð bjargað av Kaj Leo, men Jonhard Høgnesen var fyrstur á bóltinum, tá hann datt útaftur, og hann kundi róliga leggja LÍF framum. Lítið av tíð var eftir, og kanska gjørdust leirvíkingar eitt sindur bleytir í knøunum, tí minuttin eftir fyrsta málið javnar HB. Florin Mihaescu spældi ikki í seinasta dystinum hjá HB í 1. deild, so hann kundi vera við í Leirvík. Hann dróg framvið fleiri spælarum, og eftir at hava spælt banda við Gunnar Mohr stóð hann leysur við málverjanum og skoraði. Hetta var ein av teimum heilt fáu møguleikunum hjá HB í dystinum. 1-1, og tað sá út til, at LÍF hevði tveitt sigurin burtur. Heimaliðið hevði tó eitt sindur av orku eftir til at skora avgerandi málið. Pólverjin Mirek Gil dróg inn í brotsteigin í vinstra borðið og legði innfyri. Har kom Signar á Reynatrøð stórleypandi og setti høvdið á bóltin, sum streyk framvið tí annars vælleikandi Kaj Leo í HB málinum. LÍF skal enn ansa sær, tí vandin er ikki av enn. Teir hava tó góðar vónir, tí til dystin móti HB vóru fleiri menn tøkir aftur. Onkur er sloppin av við skaða, meðan aðrir eru nýggir menn á liðnum. HB hinvegin er í kreppu, tí teir nærkast enn meira botninum. LÍF-HB 2-1 (0-0) 1-0: Jonhard Høgnesen 1-1: Florin Mihaéscu 2-1: Signar á Reynatrøð KÍ misti leiðsluna 2. deild: Oddaliðið var heppið við at fáa eitt stig burtur úr dystinum í Klaksvík KÍ-EB/Streymur 2-2 (0-1) KÍ var á odda stutt fyri leiklok og hevði í seinna hálvleiki fleiri møguleikar at økja leiðsluna, men fimm minuttir fyri leiklok javnaði EB/Streymur til 2-2, sum var úrslitið av dystinum. KÍ, sum lá aftast undan seinnu hálvu av kappingini, hevur seinastu umførini rættiliga vunnið seg upp á stigatalvuni, og hóast mótstøðuliðið hesaferð var oddaliðið úr Sundalagnum, stóðu teir á heimaliðnum seg væl. Fyrri hálvleikur var tættur. EB/Streymur hevði nógv spæl fram í síðurnar, og síðani vóru høgir bóltar sendir inn til stóra Jón Sigurd Gleðisheygg, men tað var bara sjáldan, at nakar veruligur vandi stóðst av hesum. Einu ferðina kom Halldórur Joensen leysur inn í brotsteigin, men KÍ-málverjin vardi fyri KÍ hevði onkur nask álop, men tað nærmasta teir komu at skora, var tá Eyðun Klakstein stútaði bóltin á stongina, og einu ferðina kom høvdið á málverjanum hjá EB/Streymi, Óla Christian Djurhuus, í vegin, eftir at hann hevði hálvbjargað eini skotroynd, sum klaksvíkingur fylgdi upp. Stutt fyri hálvleik fekk fekk EB/Streymur eitt umstrítt brotsspark, eftir at linjuverjin helt, at ein KÍ-verjuspælari hevði brúkt hondina. Knút Vesturtún skjeyt brotssparkið trygt í málið til 1-0 til EB/Streym. KÍ vendi dystinum Í seinna hálvleiki var tað heimaliðið, sum setti ferðina upp og sum stríddist sera væl. Og tað gav eisini úrslit. Fyrst fór John Ryan til baklinjuna í vinstru, og tá hann sendi eitt flatt innlegg inn fyri málið, kappaðust málverjin, ein verjuspælari og Erling Fles um bóltin. Ein spælari hjá EB/Streymi hevði seinasta fótin á bóltinum, sum endaði í málinum. Nakað seinni var Erling Fles fyrstur á einum innleggi úr høgru síðu, og hann stýrdi bóltin í málið til 2-1 til KÍ. Eftir hetta hevði Erling tveir góðar møguleikar afturat, men aðru ferð bjargaði Óla Christian Djurhuus sera væl, og hinu ferðina gjørdist vinkulin ov spískur. Hesa løtuna stýrdi KÍ dystinum, men EB/Streymur kom meira við, eftir at teir vóru komnir afturum. Teir komu tó ikki til nakrar serligar kjansir, men einu ferðina mátti K`I-málverjin bjargað einum stútara á mállinjuni. Javnaðu at enda Fimm minuttir fyri leiklok sendi Knút Vesturtún eitt fríspark inn fyri málið. Jón Sigurd Gleðisheygg var hægstur við aftaru stong og stútaði upp á tvørs, har púra leysi Halldórur Joensen kundi senda bóltin seinasta teinin inn í málið. Eftir hetta stríddist heimaliðið aftur fyri at fáa mál, men tað endaði við 2-2, og tað vóru KÍ-spælararnir eitt sindur keddir um, hóast tað var besta liðið í deildini, teir spældu ímóti. Javnleikurin hjá EB/Streymi hevði ikki tað stóra at týða, tí nærmasti kappingarneytin, TB, snávaði í sínum dysti ímóti ÍF. Tí økti EB/Streymur um leiðsluna við einum stigi. KÍ hevur í seinnu hálvu fingið góð úrslit, og tað er ilt at ímynda sær, at liðið aftur kann koma í niðurflytingarvanda, so leingi spælið er so gott. Men næsta vikuskiftið fer liðið at svíða fyri, at 1. lið hjá KÍ hevur trý leikbann. KÍ-EB/Streymur 2-2 (0-1) 0-1: Knút Vesturtún (br.) 1-1: Erling Fles 2-1: Erling Fles 2-2: Halldórur Joensen B36 hevði møguleikan 2. deild: NSÍ hevði hepni við sær, tá B36 brendi brotsspark stutt fyri leiklok, tá støðan enn var 2-1 B36-NSÍ 1-3 (0-1) B36 hevði eftir 4-1 sigurin á ÍF fyri viku síðani møguleikan at vinna heiðursmerki í ár, men nú sær tað alt meira svart út fyri árstalsfelagið úr Havn. NSÍ tók seg hinvegin fram á sama stigatal sum B36 við hesum sigrinum. Eftir fyrstu løtuna var líkt til, at B36 ætlaði sær at halda fram, har slept varð í Fuglafirði, men so kom NSÍ meira inn í dystin og var vandamiklari í fyrra hálvleiki. Serliga var Eddie Mikkelsen torførur at hava tamarhald á, og gav hann serliga fyri steðgin verjuni hjá b36 trupulleikar. Fyrsta málið kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki. B36 verjan fær ikki beint bóltin burtur, og hann verður sendur hart og flatt innfyri, har Fróði Jóannesarson hevur eina langa tá á bóltinum, sum fer í meskarnar aftanfyri málverjan. Hetta kom sum ein skelkur fyri heimaliðið, og teir reistust ikki aftur fyri steðgin. Tá liðini komu útaftur var Tórálvur Poulsen komin á vøllin fyri at fáa eitt sindur meira bit í álopið, og tað eydnaðist eisini. Men tað var tó NSÍ, sum økti um leiðsluna. Johnny Skibenæs gjørdist leysur, og hann rundaði málverjan, og so var støðan 2-0 til gestirnar. B36 menti seg tó, sum seinni hálvleikur leið, og fleiri málmøguleikar spurdust burturúr. Serliga var tað Tórálvur Poulsen, sum gav NSÍ verjuni nakað at hugsa um. Einki spurdist burturúr beinanvegin, men so minkaði Tórálvur um munin. Hann stóð millum fleiri NSÍ-arar í brotsteiginum og fekk tánna á bóltin, sum trillaði spakuliga um málstrikuna. Hetta setti ferð á heimaliðið, sum nú legði trýst á NSÍ málið. Teir fingu eisini ein gyltan møguleika at fáa útjavnandi málið, tá dómarin helt, at ein NSÍ-ari hevði brotið lógina inni í brotsteiginum. Karl Leonson var settur at skjóta, men hann langaði skotið á tvørstongina og himmalhøgt upp í loft. Eftir misnýtta brotssparkið økti NSÍ ístaðin í hinum endanum. NSÍ fer í snarálop, meðan B36 spælararnir enn standa og iðra seg um misnýtta brotssparkið. NSÍ kemur í yvirtal, og tað endar við, at Ken Nónklett verður spældur leysur. Hann dregur einaferð, og skotið brestir í stongina og inn. 3-1 til NSÍ, sum nú hevur fingið B36 aftur á stigatalvuni. Hesi bæði liðini hava nú lítlan møguleika fyri heiðursmerkjum, men um NSÍ vinnur á heimavølli móti ÍF næsta vikuskiftið, so er møguleikin aftur har. B36-NSÍ 1-3 (0-1) 0-1: Fróði Jóanesarson 0-2: Johnny Skibenæs 1-2: Tórálvur Poulsen 1-3: Ken Nónklett Pan Fish 49% í >>Krúnuni<< Norska blaðið Fiskaren skrivar, at Pan Fish hevur keypt 49 prosent av partapeninginum í føroyska skipinum >>Krúnan<< Pan Fish hevur keypt seg inn í føroysku alivinnuna og nú roynir norska felagið eisini at keypa seg inn í føroysk nótskip. Fiskaren skrivar, at Pan Fish hevur keypt seg inn í 4 reiðarí og eitt av teimum er føroyska felagið, sum eigur >>Krúnuna<<. Tey fýra nótaskipini, sum Pan Fish hevur keypt seg inn í eru <>, <>, <<Østerbris>> og <>, og í øllum førum er talan um 49 prosent. Multifisk eigur <>, Tromsø, Edmund Brynjulfsen í Kamøyfisk AS eigur <>, <<Østerbris>> eigur AS Olav Østervold og <> eigur føroyska felagið AS Djúphav, skrivar Fiskaren. Tryggja sær rávøru Í tíðindaskrivi frá felagnum verður sagt, at til tess at tryggja sær framleiðsluna í alingini av laksi, hevur Pan Fish ASA keypt seg inn í hesi feløgini. Og nótaskipini verða so øll løgd í eitt felag, Pan Pelagic ASA, sum er undir stovnan og seinni í ár verður felagið so børsnoterað. Fiskimálastýrið einki hoyrt Vit skulu góðkenna allar broytingar sum fara fram í sambandi við broytingar í eigaraviðurskiftunum, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri Í sambandi við tíðindini í >>Fiskaren<<, setti Internet Sosialurin seg í samband við fiskimálaráðharran Jørgen Niclasen, men hann kendi einki til nakrar broytingar í eigaraviðurskiftunum í felagnum, sum eigur nótabátin >>Krúnuna<<. Vit skulu góðkenna allar broytingar, sum fara fram í eigaraviðurskiftunum og hin vegin, so kunnu útlendingar ikki eiga meiri enn 33 prosent í einum føroyksum felag, leggur fiskimálaráðharrin afturat. Í lógini stendur eisini, at boðast skal frá, um broytingar verða framdar og eingin fráboðan er komin til Fiskimálastýrið enn sambært fiskimálaráðharranum. Játtanin uppbrúkt Tá asfalteringin, sum nú verður gjørd undir Valaknúkum, er liðug, verður ikki meira vegarbeiði har á leiðini í ár Gøtueiði: Vegagerðin á eystara armi á Skálafjørðinum er við at steðga upp fyri í ár. Játtanin er brúkt, tá asfalteringin undir Valaknúkum er liðug. Vegastrekkið úr Skálafirði og út um Valaknúkar skal nú asfalterast. Byrjað verður, fyrsta líkindi verða, og so eru ikki fleiri pengar eftir til vegagerð har á leiðini í ár, verður sagt av vegdeildini hjá Landsverkfrøðinginum. Vegurin út eftir eystara armi á Skálafjørðinum er heldur smalur millum Skálafjørð og Skipanes. Okkurt er gjørt, men enn er ymiskt, sum stendur á ynskilistanum hjá vegdeildini. Eitt nú strekkið innan fyri Tjørnunes, sum kann vera beinleiðis vandamikið at koyra á. Sýnið er so sum so, og eingin verja er. Annað er vegastrekkið um Gøtueiði. Har vóna teir á vegdeildini at sleppa at gera liðugt komandi ár. Treytað av, at játtan fæst. Nógv tilfar er fingið úr spreingingini, sum hevur ført vegin tvørtur um Eiðið. Ætlanin er at fara oman á >>Vendiplássið<<, sum tað fyrr varð nevnt ,og har bynda í vegin milum Søldarfjørð og Skipanes. Sum er, er eingin játtan, so har verður iki arbeitt meira í ár. Men vónandi og væntandi verður nýggja játtanin so mikil, at arbeiðið kann gerast liðugt komandi ár, verður sagt av vegdeildini. Annars eru tað nógv, sum hava sett álit á, at vegstubbin, sum fer niðan um bygdina Undir Gøtueiði innaneftir, fer at verða festur í vegin um sjálvt Gøtueiði. Men hetta er ikki landsvegur, siga tey á vegdeildini hjá Landsverkfrøðinginum. Talan er um kommunalan veg, eins og tær maskinur og bilar, sum har standa, eru ogn hjá privatum entreprenørum. Hinumegin fjørðin verður farið undir onkrar smávegis umvælingar á Strandavegnum. Har verður bara tað ringasta tikið soleiðis, verður sagt av vegdeildini hjá Landsverkfrøðinginum. Sum skilst er ein samla verkætlan fyri Strandavegin gjørd. Talan er um at leggja vegin frá ítróttarhøllini á Skála og út á Strendur oman fyri bygdirnar út eftir. Men har eru- sum so mangastaðni - ikki pengar tøkir. Og inni í Skálafirði er eisini eitt strekki frá íbindingini við Statoilstøðina og út um bygdina vestanfyri, sum ynskiligt hevði verið at fingið breiðka ella flutt. Kósin nýggjan stjóra Adrian Dalsá avloysir Hanus Hansen sum stjóra á Kósavirkinum í Klaksvík Klaksvík: Mánadagin setti nýggjur maður seg í stjórasessin á Kósavirkinum í Klaksvík. Tað er Adrian Dalsá, sum nú avloysir Hanus Hansen í hesum sessi. Hanus Hansen heldur fram sum stjóri í JFK, sum eigur 95% av partapeninginum í Kósavirkinum. Kósin hevur brúk fyri einum stjóra, sum er á virkinum hvønn dag, og tað havi eg ikki stundir til Vit hava nógv annað virksemi, sum eg eisini má taka mær av, og tí hava vit funnið ein góðan mann til Kósavirkið, sigur Hanus Hansen. Adrian Dalsá hevur áður starvast á Kósini, men nú er hann komin heim úr Noregi, har hann hevur starvast á einum flakavirki. Karsten Hansen stillar uppaftur Allir býráðslimirnir hjá Tjóðveldisflokkinum í Klaksvík stilla uppaftur á valinum í heyst Klaksvík: Nú tykist tað verða greitt, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, stillar uppaftur til býráðsvalið í Klaksvík í heyst. Og tað gera hinir býráðslimirnir hjá Tjóðveldisflokkinum eisini. Mánadagin varð fyrsti uppstillingarfundur hjá Tjóðveldisflokkinum í Klaksvík, og á hesum fundi boðaði Karsten Hansen frá, at hann varð sinnaður at stilla uppaftur. Karsten Hansen var fyrstvaldur á Tjóðveldislistanum á seinasta býráðsvalinum. Hann hevur sitið í býráðnum í Klaksvík síðani 1989 og var varaborgarstjóri frá 1993 til hann gjørdist landsstýrismaður í fíggjarmálum fyri stívliga tveimum árum síðani. Ivaðist Karsten Hansen hevur ivast í, um hann skuldi stilla upp til býráðsvalið aftur, nú hann er landsstýrismaðurin og verður sitandi í hvussu so er í hálvtannað ár afturat um alt gongst sum ætlað. Hesa tíðina kann hann ikki røkja býráðsessin í Klaksvík. Men Karsten Hansen hevur ført fram, at hann framvegis hevur stóran áhuga fyri býráðspolitikki, og tað hevur fingið hann at stilla uppaftur. Umframt Karsten Hansen var Steinbjørn Jacobsen eisini valdur í býráðið seinast. Hann stillar uppaftur, og tað ger varamaðurin hjá Karsteni, Hergerð Joensen, eisini. Næsti uppstillingarfundurin hjá Tjóðveldisflokkinum verður seinni í mánaðinum. ST svaraði sum væntað Formaður Javnaðarfloksins heldur, at einki óvæntað er í svarinum hjá ST til landsstýrið Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, heldur, at svarið, sum landsstýrið nú hevur fingið frá ST, er júst tað, sum roknast kundi við frammanundan. ST kann ikki svara stórt øðrvísi, enn teir hava gjørt. Tað eru greiðar reglur fyri, nær ST kann fara uppí altjóða samráðingar, og tað høvdu serfrøðingar eisini sagt frammanundan, sigur Jóannes Eidesgaard. Trupulleikin er, at tað eru nakrar samráðingar í gongd millum danir og føroyingar, og har føroyingar hava ilt við at góðtaka tað samráðingarúrslit, sum sær út til at verða tað endaliga. Og so royndir landsstýrið vil øllum snildum at snara trupulleikan yvir á onnur viðurskifti, heldur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru spentari, eftir at landsstýrið í almennum brævi til ST leggur Danmark undir ikki at vilja at samráðast. Og í altjóða høpi ger brævið Føroyar til skammar, heldur hann. Fylgja spælireglunum Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur, at hann einki hevur ímóti, at landsstýrið roynir at fáa upplýsingar um mannagongdir hjá ST, men hann heldur, at hátturin, sum tað er gjørt, er skeivur. Bæði Fólkafloksmenn og Tjóðveldismenn hava verið kropp á kroppi á høvuðsborgini hjá ST í New York, og teir áttu at vita, at formalitetir spælir týðandi leiklut í felagsskapinum. Tí kann tað undra, at eitt landsstýri, sum Anfinn Kallsberg er formaður fyri, yvirhøvur sendir slíkt bræv til ST, sigur Jóannes Eidesgaard. Óansæð hvat tú heldur um heimastýrislógina - og hon trongir til at verða skift út sum skjótast - so noyðist tú at virða tær spælireglur, sum eru galdandi. Heimastýrislógin er ein veruleiki, og tí eigur landsstýrið fylgja henni, um tað dámar tað ella ikki, sigur hann. Brævið til NATO liður í herferð Formaður Javnaðarfloksins heldur brævið til NATO vera liður í eini miðvísari ætlan hjá landsstýrinum at skapa samanbrestir við donsku stjórnina John Johannessen Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, ivast onga løtu í, at landsstýrið er sera fegið um, at danski uttanríkisráðharrin hevur sýtt landsstýrinum at samráðast við NATO. Miðvísa ætlanin hjá landsstýrinum er at skapa samanbrestir við donsku stjórnina, soleiðis at landsstýrið kann vísa føroyingum á, hvussu ómøguligir danir eru. Og hetta er við at eydnast, sigur Jóannes Eidesgaard. Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at brævið til ST um at fáa ein triðja part upp í fullveldissamráðingarnar var ein roynd at skapa samanbrest og brævið til NATO umvegis danska forsætisráðharran var ein onnur roynd. Tó heldur Jóannes Eidesgaard, at tað hevði verið snildari av landsstýrinum eisini at sent brævið til ST umvegis danska uttanríkisráðharran, soleiðis at hann eisini fekk møguleika at steðga hesum. Hetta, heldur hann, hevði gjørt málið enn ógvusligari og tískil eisini styrkt stiknið, landsstýrið ynskir føroyingar at hava móti donsku stjórnini. Jóannes Eidesgaard heldur Tjóðveldisflokkin standa aftan fyri hesi gjøgnumhugsaðu ætlan, og heldur hann aðalmálið hjá Tjóðveldisflokkinum vera at forpesta støðuna millum Føroyar og Danmark so mikið, at neyðugt verður at loysa frá Danmark. Heimastýrislógin er galdandi Leiklutin hjá løgmanni í gongdini heldur Jóannes Eidesgaard lítið um. Hann heldur, at løgmaður, við at skriva undir øll hesi brøvini til atjóða stovnar, ber seg at sum forseti fyri fullveldinum Føroyar. Men formaður Javnaðarfloksins heldur, at løgmaður má gera sær greitt, at heimastýrisskipanin enn er galdandi, og tí má løgmaður halda seg til hana. Sjálvur skuldi eg fegin verið við til at vraka heimastýrislógina her og nú, men vit mugu gera okkum greitt, at hon er galdandi, hvat vit so halda um hana, staðfestir Jóannes Eidesgaard. Vónin hjá formanni Javnaðarfloksins er, at paniklíknadi handlingarnar hjá landsstýrinunm benda á, at tað ber móti endanum á samgonguskeiðnum. Eg haldi, at løgmaður má gera sær greitt, at talan verður ikki um fullveldi í hansara skeiði sum løgmaður, sigur Jóannes Eidesgaard. Tjóðveldisflokkurin móti sær sjálvum Tað undrar Jóannes Eidesgaard, at Tjóðveldisflokkurin, sum í áttatiárunum var ímóti øllum, sum hevði við NATO at gera, nú er so heitur fyri at sleppa upp í NATO. Høvdu teir gomlu tjóðveldismenninir vitað, hvussu Tjóðveldisflokkurin nú ber seg at, so ivist eg ikki í, at teir høvdu undrast, sigur Jóannes Eidesgaard. Men brævið til NATO, er Jóannes Eidesgaard sannførdur um, var ætlað at verða vrakað. Tí heldur hann., at Høgni Hoydal helst hevur jublað og skálað við sjampanju, tá svarið kom frá Niels Helveg Petersen. Sýtir løgmanni at tosa við NATO Danski uttanríkisráðharrin sýtir fyri at senda viðari eina umbøn frá løgmanni um at sleppa á tal við NATO aðalskrivaran um møguleikan fyri, at Føroyar gerast limir í Partnership for Peace John Johannessen Løgmaður ynskir at sleppa at tosa við NATO aðalskrivaran um møguleikan fyri, at Føroyar sum fullveldi gerast limir í NATO verjusamstarvinum, Partnership for Peace. Heimastýrisskipanin krevur tó, at samskifti landsstýrisins á uttanríkispolitiska økinum skal fara umvegis danska uttanríkisráðharran. Tí sendi Anfinn Kallsberg 25. august umbønina til Lord Robertson, NATO aðalskrivara, um fund umvegis danska uttanríkisráðharran, Niels Helveg Petersen. Men Niels Helveg Petersen heldur tað ikki vera neyðugt hjá landsstýrinum at fara í beinleiðis samráðingar við NATO um verjusamstarv. Tí vil hann ikki senda brævið víðari til Lord Robertson, NATO aðalskrivara. Hetta ger hann løgmanni greitt í brævi dagfest 30. august. Skuldu hittast í Reykjavík Løgmaður er í løtuni staddur í Reykjavík á ráðstevnu um framtíðar trygdina í Norðuratlantshavi. Á hesi somu ráðstevnu luttekur Lord Robertson, og skjýtur løgmaður tí í brævinum til Lord Robertson upp, at teir hittast í Reykjavík at umrøða framtíðarsamstarv Føroya við NATO. Løgmaður vísir í brævinum til Lord Robertson á, at Føroyar og Danmark í løtuni samráðast um at skipa Føroyar sum fullveldi, og at fullveldið Føroyar fer at samstarva við síni grannalond innan trygdar- og verjumál. Í slíkum samstarvi fara Føroyar at gera sítt til at varðveita stabilitet í Norður Atlantshavi. Løgmaður greiðir eisini frá, at landsstýrið hevur ta fatan, at Føroyar sum fullveldi hava møguleikan at søkja um limaskap í NATO ella í Partnership for Peace samstarvinum, sum er ein partur av NATO. At enda sigur løgmaður seg síggja fram til at hoyra frá Lord Robertson, um tað ber til at hittast í Reykjavík at umrøða hesar møguleikar. Krevur her Í brævinum frá Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharra, til løgmans vísir Niels Helveg Petersen á, at limaskapur í Partnership for Peace merkir verkligt hernaðarligt samstarv millum ávísa landið og NATO. Samstarvið fevnir millum annað um friðarvarðveitandi átøk. Tískil merkir hetta, at limalandið má hava vápnaðar styrkir, ið kunnu luttaka í venjingum og uppgávum vísir uttanríkisráðharrin á. Niels Helveg Petersen vísir á, at Føroyar eru ov veikar at fara inn í slíkt samstav. Uttanríkisráðharrin býur sær annars at kunna føroyingar gjøllari um verju- og trygdarpolitisku støðuna í Europa. Landsstýrið vísir pástandunum hjá danska uttanríkisráðharranum aftur. Tað vísir millum annað á, at Ísland er limur í NATO, hóast tað ikki hevur her. Útoyggjanevndin heimasíðu Útoyggjanevndin ella Útoyggjaverkætlanin hevur nú sína egnu heimasíðu á www.utoyggj.fo. Á heimasíðuni eru fleiri møguleikar hjá fólki at gera vart við seg og at koma við meiningum ella hugskotum til Útoyggjanevndina. Pelagos fiska alfonsini við Mauritius Í síðstu viku fór fyrstitrolarin Pelagos, sum er seldur til eitt felag á Mauritius, av landinum. Tað var P/F Ocean Perch, sum JFK Trol keypti fyrr í ár, sum átti trolaran, nú hann varð seldur. Pelagos varð bygdur í Hollandi í 1974. Hann varð longdur fimm metrar í 1982, og hann kann fyrsta um 75 tons um samdøgrið. Tá Pelagos fór av Havnini mikudagin, brast eitt oljurør, og skipið mátti venda aftur og fáa skaðan umvældan á Tórshavnar Skipasmiðju. Men seinni kundi skipið halda fram longu leiðina til Mauritius. Tað er skipsmeklaravirkið Maretec á Argjum, sum hevur staðið fyri handlinum. Álvur Mortensen á meklaravirkinum sigur, at nýggju eigararnir á Mauritius ætla at gera stórar broytingar við skipinum. Eitt nú skal skipið leingjast nakrar metrar, skipið skal sandblásast, málast og yvirhálast. Skipið skal fiska pelagiska fiskaslagið, alfonsini og hake. Skipið hevur ligið við bryggju síðsta árið, meðan royndir hava verið gjørdar at selt tað. Skuldi skipið hlada fram í føroyska flotanum, vóru eitt nú heilsukrøv, ið skuldu lúkast. Tað verður helst Næraberg, sum nú skal fiska av kvotuni hjá Pelagos, sum eftir hvat Sosialurin skilir, varð selt fyri einar 4-5 milliónur krónur. Grót úr undirsjóvartunnlinum brúkast í Kollafirði Avtala er gjørd við P/F Vágatunnilin um 300.000 rúmmetrar av gróti. Í Fyrstu syftu verður eitt 15.000 fermetra stórt ídnaðar- og bryggjuøki gjørt á Langasandi Tórshavnar Havn og Kollafjarðar bygdarráð hava gjørt avtalu við P/F Vágatunnilin um tilfarið, sum sprongt verður úr undirsjóvartunnlinum. Talan er um 300.000 rúmmetrar, sum skulu koyrast upp á land Streymoyarmegin. Í fyrstu syftu verða 100.000 rúmmetrar brúktir til havnarlag uttan fyri frystigoymsluna, sum í løtuni verður bygd á Langasandi. Hetta havnarlagið verður 15.000 fermetrar til víddar - og er tað á leið tað sama, sum nýggja havnarlagið sum í løtuni verður gjørt uttan fyri molan í Havn. Farið verður at spreingja úr tunnlinum eftir 15. september, og tá verður tilfarið koyrt beinleiðis til Kollafjarðar. Ætlanin er at brúka hetta havnarøkið til framtíðar vinnu- og bryggjuøki í Kollafirði, sigur Tórfinn Smith, sum er formaður í Tórshavnar Havn, sum er havnarnevndin hjá Tórshavnar kommunu. Hetta er eitt úrslit av tí framúr góða samstarvinum, sum hevur verið millum Tórshavnar kommunu og Kollafjarðar kommunu, síðani kommunurnar gjørdu av at leggja saman, sigur Tórfinn Smith. Tað verður 1. januar komandi, at kommunurnar báðar endaliga leggja saman í Tórshavnar kommunu. Á kommunuvalinum, sum verður um hálvan november, fara havnarfólk og kollfirðingar at velja trettan býráðslimir í Tórshavnar býráð. Tilfarið, sum kemur úr tunnlinum er smátt tilfar, men tað er kortini sera væl egna til endamálið í Kollafirði, har veðurviðurskiftini eisini eru til vildar. Tá slíkt tilfar verður >>keypt<<, verður vanliga goldið fyri koyring, og í hesum sambandi liggur sera væl fyri í so máta, tí stutt er at koyra úr Leynum til Kollafjarðar. Enn er ikki avjgørt, hvat hinir 200.000 rúmmetrarnir skulu brúkast, men helst verða teir eisini brúktir til havnarøki í Kollafirði - kansa til ídnaðarøki Signabømegin. Tórfinn Smith heldur, at hetta stigið er ein týðandi liður í vinnuligu menningini í hasum partinum av kommununi. Havnar kommuna umhugsað prutlkoyring í 19 ár Á býráðsfundi í kvøld fer býráðið at viðgera eitt mál um prutlkoyring, sum varð reist í 1979. Síðani 1981 hevur umsitingin kannað málið Løgið men satt. Tað tók teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð 19 ár at finna út av at heita á fútan um at taka av eina kunngerð frá 1975, sum bannar prutlkoyring í miðbýnum í Havn frá klokkan 21 á kvøldi til klokkan 6 á morgni. Á býráðsfundi í kvøld verður til viðgerðar ein áheitan frá Ferðslunevndini um at taka av hesa kunngerð. Málið byrjaði við, at nakrir havnarborgarar sendu býráðnum eitt skriv tann 16. juli 1979 um teirra ónøgd viðvíkjandi prutlkoyring í Havn. Í brævinum verður víst til kunngerðina frá 22. mai 1975 um >>afmærkning av færdslen i Tórshavn<<, ið setur bann fyri prutlkoyring í ávísum gøtum í miðbýnum frá kl 21.00 til kl 06.00. Í veruleikanum stendur hetta bann við, og eru tað tí nógvir ungir havnarborgar sum hesi seinastu 25 árini hava brotið hesa kunngerð uttan at vita av tí. Men ferðslunevndin hjá býráðnum viðgjørdi hesa áheitan á fundi 5. mai 1981. Tá varð heitt á teknisku nevnd um at heita á Føroya landfúta um at taka av nevndu kunngerð, við tað at ein partur av umráðnum tá var komin undir aðra skipan, t. d. ein partur av Niels Finsensgøtu, har bann tá var fyri allari prutlkoyring. Tekniska nevnd hevði fund um málið tann 19. mai í 1981, men gjørdi av at útseta málið. Aftur var fundur í teknisku nevnd 9. juli í 1981, og tá var samtykt at taka upp samráðingar við fútan. Síðani kannar umsitinigin málið. Og aftur hevur tekniska nevnd fund 28 . februar ár 2000 - altso 19 ár seinni!!!! Hesaferð er niðurstøðan: Mælt verður til at heita á fútan um at avtaka kunngerðina og um neyðugt at beina máli í býráðið. 1. februar í ár samtykti ferðslunevndin um at heita á býráðið um at taka av kunngerðina um prutlkoyring í miðbýnum. Verður hetta samtykt, so kunnu prutlkoyrarar í framtíðini framvegis koyra prutl í miðbýnum - frameftir lógliga. Leingi er tað, ið væl skal vera. Av býráðslimunum, sum í dag sita, eru tað bara Heðin Mortensen og Ingi Mohr, ið hava havt møguleika at fylgt hesum máli øll árini... Naturalistisk nostalgi - við nútímans penslastroki Í dag klokkan 15 letur upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Tað er gøtumaðurin, Petur Mikkelsen, betur kendur sum Petur Prent, sum sýnir fram um 30 oljumálningar. Petur sigur sjálvur um framsýningina, at hetta eru minni úr Gøtu. Hann er føddur og uppvaksin á Heygum úti í Grógv í Syðrugøtu, og flestu málningar eru útsýni higani, soleiðis sum hann minnist tað. Hann leggur dent á, at einki er málað eftir fotografium. Men so havi eg eisini málað nakað í sambandi við 1000 ára haldi fyri kristniboðani, sigur Petur Prent. Á loftinum í Smiðjuni hevur hann hendan partin av framsýningini, ið hann nevnir >>Givnir eru einglar góðir<<. Har havi eg m. a. Havgrím og Brestir, tá teir drepa hvønn annan og Trónd, tá hann verður kristnaður, og tá hann doyr av sorg í 1035. Heitið á hesum parti av framsýningini er sjálvsagt eftir sálminum, sum øll gøtufólk hava fingið inn við móðurmjólkini, tað eina ørindið hjá Gøtutróndi, Givnir eru einglar góðir. Hetta sigst vera elsti sálmur, sum yrktur er á føroyskum og av føroyingi. Framsýningin hjá Peturi Prent er opin í dag til og við sunnudagin - allar dagar frá klokkan 15 til 19. Tilbúgving roynd á Hotel Føroyum Umboð fyri stovnar og oljufeløg høvdu eina "mini" tilbúgvingarvenjing í sambandi við vanlukku undir oljuleiting í vikuni. Spurningurin um at brúka tilbúgving í grannalandinum var eisini frammi Eitt av stóru fundarhølunum á Hotel Føroyum var týsdagin karmur um eitt heldur óvanligt tiltak. Tað var GEM, sum stóð fyri hesum tiltaki, ið varð ein sokallað borðvenjing í sambandi við eina ella aðra tilbúgvingarstøðu, tá fyrstu pallarnir at bora eftir olju koma inn á føroyska landgrunnin. Út frá einum stórum landakorti av Føroyum, landgrunninum og grannalondunum vóru allir luttakararnir settir í sambandi við ymiskar tilbúgvingarstøður, sum kunnu taka seg upp, alt frá einum eldibrandi umborð á einum boripalli til eina tyrluvanlukku. Eitt bretskt felag, "Link", sum ráðgevir í nettupp tilbúgvingarspurningum, hevði fingið til uppgávu at standa fyri venjingini, sum er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Link hevur drúgvar royndir innan tilbúgving sum heild. Hilmar Danielsen, leiðari á Atlanticon, sum samskipar alt virksemið hjá GEM í Føroyum (GEM er umhvørvis- og trygdarsamstarv millum oljufeløg og føroyskar stovnar) heldur, at tiltakið var væleydnað. Leikluturin hjá GEM er at geva sítt íkast til sjálvan frálandapartin í tilbúgvingini. Við vóru umboð fyri oljufeløg og teir stovnar í Føroyum, sum hava við eina komandi tilbúgving at gera, eina tilbúgving, sum m.a. skal handfara tilbúgvingaruppgávur í sambandi við komandi oljuleiting. Har vóru umboð fyri sjúkrahús, løgreglu, Vaktar- og Bjargingartænatuna, flogvøllin, marinustøðina, stýrini undir landsstýrinum og bjargingarfeløgini, eini 30 fólk. Oljufelagið Agip hevði leiklutin sum operatørur. Venjingin tók upp allar hugsandi spurningar í sambandi við eina tilbúgvingarstøðu: hvør tekur sær av hvørjum og hvør setir seg í samband við hvønn osfr. Hilmar Danielsen sigur, at tað áhugaverda í komandi tilbúgving er ma., at føroyska leitiøkið liggur á leið miðskeiðis millum Føroyar og Hetland. Spurningurin er tí í hvønn mun tilbúgvingartiltøk kunnu setast í verk frá bretskari síðu eisini, nú teir hava drúgvar royndir og teirra tilbúgving umfatar leiðirnar nærhendis føroysku leitiøkjunum. Hilmar Danielsen sigur, at teir fara at fylgja hesi fyrstu venjingini upp seinni í ár, og næsta ár er so ætlanin at hava eitt sokallað "fullscale exercise" tvs. eina venjing, sum gongur fyri seg úti á økinum og ikki inni í einum fundarhøli. Tilbúgving í Bretlandi Sosialurin skilur, at tað hevur skund at fáa greiðu á í hvønn mun føroyskir myndugleikar kunnu gera brúk av tilbúgvingini í eitt nú Hetlandi, sum umfatar Atlantsmótið. Hetta er eisini tengt at lóggávuni. Sum støðan er í løtuni bíða oljufeløgini eftir útspæli frá føroyskari síðu um, hvussu lóggávan á tilbúgvinginaøkinum kemur at síggja út. Skal man t.d. bara brúka føroyska lóggávu ella stendur man frítt eisini at troyta tænastu í grannalagnum? Tá tað kemur til neyðstøður so er man ikki bundin av kravinum um, at alt skal um føroyskan keikant. Hetta var eitt mál, sum eisini varð tikið fram undir venjingini. M.a. var frá sjúkrahúsins síðu gjørt vart við, at tað eru ávísir sjúklingar, sum vit ikki kunnu taka ímóti, her m.a. teir við brunasárum. Har tíðin hevur so nógv at siga kann tað vera óheppið fyrst at taka ein sjúkling til Føroya fyri síðani at flyta hann av aftur landinum. Tilbúgvingarspurningurin gerst alt meira átrokandi, nú oljufeløgini skulu til at bora um minni enn eitt ár. Hinvegin hevur tilbúgvingin týdning fyri alt samfelagið sum heild, og bíðast kann ikki við henni longur, skulu vit vera tilreiðar at fyribyrgja ringastu avleiðingunum av eini ella aðrari vanlukku. Málið hevur ligið á láni leingi og nú er tað so oljuleitingin, sum skundar undir tað. Ein trupulleiki hevur verið at finna fram til, hvør hevur ábyrgdina. Higartil hevur Vinnumálastýrið staðið fyri arbeiðinum at fáa eina lóggávu á økinum. Men er málið farið yvir til Fiskimálastýrið at umsita. Spurningurin er so um hetta kemur at skunda undir málið ella seinka tað? Fólk, sum arbeiða við tilbúgvingarmálinum siga seg vóna, at gongd nú kemur á av álvara. Alex Buvik, leiðari í Oljumálastýrinum sigur seg vera væl nøgdan við venjingina. Ikki minst tí at hon eisini loysti upp fyri nøkrum spurningum, sum arbeiðast skal við. Gongst væl hjá >>Borðoyarnes<< Fyrsti føroyski verksmiðjukrabbabáturin >>Borðoyarnes<< fór úr Føroyum 13. august og higartil hevur alt riggað væl á krabbaverksmiðjuni umborð Samstarvsavtala er gjørd millum føroyska felagið, sum eigur >>Borðoyarnes<<, og grønlendska felagið Ikkamiut Seafood, har føroyska felagið m.a. leigar krabbabátin til grønlendingar og reiðar hann út. Nýggj krabbaverksmiðja er sett umborð á >>Borðoyarnes<< og sambært reiðarínum sum eigur >>Borðoyarnes<<, hevur riggað væl higartil hjá krabbabátinum sum er tann fyrsti rættiligi føroyski krabbabáturin. Í løtuni liggur >>Borðoyarnes<< millum Nuuk og Sukurtoppin og innhandlar krabba, og sambært reiðarínum er prísurin á krabba góður. 25 mans eru við >>Borðoyarnesi<<. >>Artic Star<< Í morgin kemur grønlendski krabbabáturin >>Artic Star<< á Fuglafjørð á veg yvur til Grønlands. >>Artic Star<< er umbygdur til krabbabát í Noregi. Felagið Artic Wolf eigur báðar krabbabátarnar >>Artic Star<< og >>Artic Wolf<<. Krabbabáturin >>Artic Wolf<< fiskaði fyri 100 mió. krónur í fjør, og áhugin fyri krabbaveiðuni í Grønlandi er rættiliga stórur í løtuni. Hava brúk fyri upplýsingum Løgmaður dugir ikki at skilja, at danski uttanríkisráðharrin mótarbeiðir landsstýrinum, tá tað roynir at fáa neyðugar upplýsingar til vega Løgmaður er firtin inn á danska uttanríkisráðharran, tí hann sýtir fyri at viðvirka til, at landsstýrið kann hitta aðalskrivaran í NATO. Danir áttu at viðvirka til, at vit fingu allar neyðugar upplýsingar viðvíkjandi framtíðarstøðuni hjá Føroyum, heldur enn at mótarbeiða okkum, sigur Anfinn Kallsberg, sum í løtuni er á eini trygdarpolitiskari ráðstevnu í Reykjavík. Vit hava brúk fyri upplýsingum fyri at kunna taka støðu til, hvussu okkara framtíðarstøða á verjupolitiska økinum skal vera. Danir hava eisini sjálvir biðið okkum koma við einum uppleggi um verjupolitikkin, eftir at Føroyar hava tikið sjálvstýri, og tí eru tað mótstríðandi upplýsingar, sum vit nú fáa frá donsku stjórnini, tá teir ikki vilja hava okkum at tosa við NATO, sigur løgmaður Ikki samráðingar Landsstýrið hevur viðgjørt, hvat tað skal gera á verjupolitiska økinum, og tað er komið fram til, at felagsskapurin Partnership for Peace er ein áhugaverdur møguleiki. Tí hava vit ynskt ein fund við NATO-aðalskrivaran, fyri at vit kundu finna út av, hvørjar okkara møguleikar eru í Partnership for Peace, men hetta sýtir danski uttanríkisráðharrin fyri. Og tað skilji eg ikki, sigur løgmaður. Hetta eru ikki samráðingar við NATO, men eitt stig, sum vit ætlaðu at taka, fyri at fáa fleiri upplýsingar um trygdarpolitikkin. Anfinn Kallsberg ætlaði eisini at hava ein fund við danska verjumálaráðharran, Hans Hækkerup, men hóast tað var líkt til, at hetta skuldi fara at eydnast, fekk landsstýrið fyri nøkrum døgum síðani boð um, at tað bar ikki tilhjá Hækkerup at hitta landsstýrisumboðini í Reykjavík. Kunnu ikki taka støðu Sambært løgmanni er endamálið hjá landsstýrinum er at syrgja fyri, at Føroyar ikki verður ein trygdarpolitiskur vági, tá Føroyar hava tikið sjálvstýri. Tí hava vit brúk fyri at fáa allar neyðugar upplýsingar til vega, aðrenn vit kunnu koma við einum uppleggi um trygdarpolitikkin. Men hvussu kunnu vit taka eina støðu, tá vit ikki sleppa fram at teimum neyðugu upplýsingunum, spyr løgmaður. Løgmaður ætlar sær ikki at venda sær beinleiðis til NATO, eftir at danski uttanríkisráðharrin hevur sýtt at viðvirka til, at landsstýrið fær ein fund við aðalskrivaran í NATO. Serføroysk vørumessa Vørumessan 2000, sum verður um vikuskiftið, er tillagað føroysk viðurskifti, tí nógvar ymiskar vinnugreinar eru umboðaðar á messuni Tað er Birgir Poulsen, sum stendur fyri messuni, og hetta er triðja árið, at hann stendur aftanfyri eina slíka vørumessu. Fyrstu ferð var í 1998, og tá var messan á Hotel Føroyum. Síðani tá er áhugin fyri messuni vaksin, og fleiri fyritøkur og handlar hava nýta nú høvið at vísa sínar vørur fram fyri keyparum. Plásstrot var á Hotel Føroyum, og tí var messan flutt oman í ítróttarhøllina á Hálsi í fjør. Í ár verður høllin nýtt einaferð enn, og hon er eisini á tremur. Hetta er størsta messan higartil, og áhugin var so stórur, at ikki øll, sum meldaðu seg til, sluppu at luttaka. Tilsamans eru 32 básar í høllini, har vørur og tænastur verða sýndar fram. Messan er fyrst og fremst ætlað handlum, stovnum, skrivstovum og virkisleiðarum. Hetta er eisini eitt gott høvi hjá viðskiftafólki og seljarum at møtast á annan hátt enn vanligt. Ikki almenn Vørumessan er ikki almenn, og tískil kunnu øll ikki fara at hyggja at framsýningini. Framsýnararnir fáa innbjóðingar, sum teir senda keyparum við tí fyri eyga at fáa fleiri viðskiftafólk. Vørumessan 2000 er sostatt serliga ætlað keyparum. Birgir Poulsen, sum hevur staðið fyri vørumessuni hesi trý árini, sigur, at vørumessan er lagað til føroysk viðurskifti. Messan er ikki ætlað eini serligari vinnugrein, men fyritøkur úr ymiskum vinnugreinum hava sínar básar á messuni. Fyrireikararnir hava lagt seg eftir at hava eina fjølbroytta vørumessu. Í útlondum er hinvegin vanligt, at bara ein vinnugrein sýnir fram vørur. Á hesi messuni verður nógv av tí, sum fyritøkur hava keypt á slíkum messum uttanlands, sýnt fram. Nógv verður selt Á hesum vørumessum verður vanliga nógv vøra seld, og nógvar bíleggingar verða gjørdar. Fleiri handlar nýta høvið at gera innkeyp til jólar og vetrarhálvuna. Hetta er eisini tengt at teimum mongu nýggju vørunum, sum fyrstu ferð verða sýndar fram í Føroyum. Tað ber eisini til hjá teimum flestu at finna okkurt til teirra vinnugrein á vørumessuni, og tað er ikki bara vørur, men eisini tænastur sum flutningur og samskifti. Okkurt spennandi og nýtt verður óivað at síggja í høllini á Hálsi um vikuskiftið. Veðrið Lot av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig. Lágtrýstið í útsynning úr Føroyum fer í landnyrðing og lágtrýstið eystan fyri New Foundland fer í landnyrðing og dýpist nógv. Veðrið í dag: Hvassur vindur ella skrið av landsynningi og regn. Seinnapartin skrið ella stormur av útsynningi og ælingur. Hitin millum 10 og 12 stig. Veðrið fríggjadagin: Skrið ella stormur av útsynningi, um kvøldið minni vindur av vestri. Ælingur, men eisini sólglottar og hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið leygardagin: Hann minkar vindin niður í andøvsgul av vestri og sólglottar, men fyrrapartin okkurt ælið. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Lot av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig. Í gjár: Lágtrýstið í útsynning úr Føroyum fer í landnyrðing og lágtrýstið eystan fyri New Foundland fer í landnyrðing og dýpist nógv. Í dag: Eitt djúpt lágtrýst, undir 968 hPa., sunnan fyri Ísland fer í landnyrðing og hevur storm við sær á okkara leiðum. Alt á einum stað Tá El & Tele fyri einum ári síðani fór at bjóða fólki tænastur, var tað fyrst og fremst við tí fyri eygað at veita fyritøkum og stovnum heildarloysnir El & Tele er einasti kappingarneyti hjá Føroya Tele, sum veitir vinnulívinum og stovnum heildarloysnir, í løtuni. Hugskotið aftanfyri El & Tele er, at viðskiftafólk kunnu fáa alt á einum stað. Fyritøkan kann veita el-, edv-, og telekervi. Um ein fyritøka ella stovnur flytir í nýggj høli kunnu tey við at heita á El & Tele fáa alt gjørt, so at alt er klárt, tá hølið skal takast í nýtslu. Tað eru teir báðir Eyðun Egholm og Rasmus Magnussen, sum eru menninir aftanfyri El & Tele, har átta fólk arbeiða í løtuni. Teir hava staðið fyri at binda nýggju bygningarnar hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum saman við tráleysum telefonum, og fleiri bygningar skulu eisini uppí netið. Flestu kundarnir eru fyritøkur og stovnar, men eisini ber til hjá privatum at heita á El & Tele. Roynt verður eisini at brynja seg við tí nýggjastu tøknini innan telekervi, og hana fara teir at vísa frám á vørumessuni. Tað er fyrst og fremst vekslarar til størri og smærri kervi. Fólk úr Danmark verða eisini við á messuni, og tey fara at vísa fram eina sokallaða no break skipan, sum veitir góðan og støðugan streym til útgerðina. Eisini verður stórur dentur lagdur á, at veita viðskiftafólkunum holla ráðgeving, so tey kunnu velja røttu útgerðina. Kemilux fer eftir heimamarknaðinum Kemilux er ein av teimum eldru fyritøkunum á vørumessuni, og hesuferð leggur hon seg serliga eftir heimamarknaðinum Kemilux Industri fer umframt hondsápu at vísa fram nakað annað av tí, tey framleiða til alt slag av reingerð á stovnum, skúlum og barnagørðum. Hetta er til alla dagliga reingerð í einum bygningi, har nógv fólk savnast. Tað er tó ikki nóg mikið bara at selja reingerðingsevni, men eisini útgerð at vaska við, og tað ger Kemilux eisini. Tað er eisini umráðandi, at henda útgerð er ergonomisk røtt. Tað vil siga, at reingerðingsfólkið ikki fær mein av at vaska í skeivari kropsstøðu. Slík útgerð verður eisini at síggja á vørumessuni. Tey hava í hesum sambandi eisini havt skeið fyri reingerðarfólk. Tey leggja seg eftir at viðskiftafólk kann fáa alt á einum stað, tá talan er um reingerðing. Kemilux útflytir umleið helvtina av framleiðsluni, men á messuni verður serliga hugsað um marknaðin í Føroyum. Esmar við billutum Esmar Simonsen á Kambsdali fer á vørumessuni mest at sýna fram billutir og barnastólar Esmar Simonsen er umboð hjá SKF, Svenska Kugellag Fabrikkerna, í Føroyum, og fleiri av vørunum frá hesi verksmiðju verða at síggja á vørumessuni. Serliga verður høvi at síggja kúlulegur, rullulegur og aðrar transmissiónslutir. Í hesum sambandi verða tey nýggjastu amboðini innan avmontering sýnd fram. Nú ber til at sleppa undan at brúka sleggju og meitil, sum vanligt hevur verið. Eisini verða barnastólar sýndir fram. Her hevur Esmar Simonsen fingið ein sera væl umtóktan stól til nýføðingar heim. Annars er fyritøkan kanska mest kend fyri at selja bilar, men á hesi messuni verður dentur fyrst og fremst lagdur á billutir. Ymiskar legur og slitlutir annars. Fyritøkan umboðar Deawoo bilar, sum fyri stuttum komu til landið, og á Kambsdali arbeiða eini tjúgu fólk. Beinleiðis sambandið við meginlandið Í næstum fer Eimskip undir eina nýggja siglingarætlan, sum hevur við sær enn betri flutningsmøguleikar fyri føroyskar inn- og útflytarar. Við tveimum nýggjum skipum er Eimskip nú farið undir eina nýggja siglingarætlan. Tey nýggju skipini, sum keypt eru til endamálið, eita Goðafoss og Dettifoss. Hesi skipini eru bæði størri og betri enn tey gomlu. Fyrimunurin við tí nýggju siglingarætlanini er, at viðskiftafólkini hjá Eimskip kunnu vænta sær, at flutningstíðin styttist úr flest øllum havnum. Nú gerst tað enn lættari at flyta vøru heim úr til dømis Svøríki, Norra, Hamburg og Rotterdam. Eimskip siglir á týdningarmiklar havnir í Evropa og Eimskip fer á Vørumessuni um vikuskiftið at greiða viðskiftafólki frá flutningsmøguleikunum úr hesum havnum. Dentur verður lagdur á at velja stytstu og tryggastu leið - at heinta vøruna beinleiðis úr framleiðaralandinum. Siglt verður Tórshavn - Rotterdam -Hamborg - Keypmannahavn - Århus - Gøteborg - Fredrikstad - Tórshavn. Til ber at bíleggja vørur úr øllum heiminum, sum síðani verða førdar til eina av hesum havnum og sigldar til Føroyar. Eisini er samband við tær stóru havnirnar á eysturstrondini í USA umvegis Reykjavík. Tað er henda nýggja siglingarætlan, sum verður sýnd fram og seld á vørumessuni. Alt innanveggja Inventartænastan kann veita viðskiftafólki sínum alt, sum tørvur er á innanveggja Tað, sum inventartænastan leggur størst dent á dagliga, er skrivstovu- handils- og goymsluinnbúgv. Tað verður eisini fyrst og fremst slíkt innbúgv, sum verður sýnt fram á vørumessuni. Harumframt verður eisini møguleiki at síggja alt tilhoyr til handlar og skrivstovur, sum inventartænastan hevur at bjóða. Til ber at síggja framsýningina hjá inventartænastuni í hølum teirra við Heygsvegin. Annars hevur inventartænastan fleiri onnur sløg av innbúgvi, og til ber at fáa alt, sum tørvur er á innanveggja í einum handli ella eini skrivstovu, eisini øll smáting á økinum. Eisini útvegar inventartænastan klædnaskáp til starvsfólk og innbúgv til skúlar sum talvur o.t. Inventartænastan byrjaði virksemi sítt í 1990. Fyrst varð hildið til í R.C. Effersøesgøtu, men fyri trimum árum síðani varð flutt í hølini við Heygsvegin. Núverandi eigarin er Jørgin Petersen, og trý fólk arbeiða hjá inventartænastuni. Hildið turt síðan 1963 P/F Sjóklæðir í Klaksvík er ein av teimum fáu fyritøkunum á vørumessuni, sum sjálv framleiðir sína vørur Í 37 ár hevur P/F Sjóklæðir framleitt oljuklæðir. Tey eru fyrst og fremst ætlað arbeiðsfólki í fiskivinnuni, har tað serliga er umráðandi at halda seg turran. Sjóklæðir framleiðir mest oljuklæðir til sjómenn, men eisini onnur sløg av klæðum verða framleidd. Tað eru svintur, kitlar o.a. til fiskavirkir. Eisini ber til at fáa ketildraktir frá Sjóklæðum. Fyritøkan hevur ikki gjørt serliga nógv við marknaðarføring tey seinastu árini, men á vørumessuni fara tey at hava eina framsýning við teimum flestu vørunum, sum tey hava at bjóða. Seks ársverk eru í Sjóklæðum, og tað eru fleiri av teimum somu, sum hava verið har í nógv ár. Fyri kortum hava tey havt fyrispurningar úr Íslandi um at innflyta og selja teirra vørur, og teir møguleikarnir verða kannaðir í løtuni. Inngongdin hjá vinnulívinum Vinnudeildin á Føroya Tele tekur sær fyrst og fremst av vinnulívskundunum, sum navnið eisini ber boð um Fyri at viðskiftafólk ikki skulu renna frá Peri til Pól á Føroya Tele, so kann alt fáast á einum stað á vinnudeildini, sum veitir loysnir á øllum økjum. Føroya Tele hevur seinastu tíðina styrkt um vinnudeildina við fleiri starvsfólkum. Virkisrágevararnir eru ein týdningarmikil partur av deildini, og teirra uppgáva er at veita vinnulívskundum ráðgeving. Á vørumessuni verður møguleiki hjá teimum vitjandi at royna útgerðina. Tað er fyrst og fremst digitalir vekslarar, sum verða sýndir fram. Hesir geva m.a. møguleika fyri tráðleysum sambandi millum bygningar. Framyvir fer vinnudeildin eisini at geva aðrar meira smidligar loysnir innan datasamskifti. Her er talan um Frame Relay, sum er meira smidligt datasamskifti. Anne Grete Mikkelsen sett sum læknastjóri Landsstýrismaðurin í Heilsu- og Almannamálum hevur sett Anne Grete Mikkelsen í starv sum læknastjóri við Landssjúkrahúsið Anne Grete Mikkelsen er dani, 58 ára gomul og fødd í Ringkøbing. Hon tók læknaprógv í Århus í 1970. Fekk serlæknaviðurkenning í intern medisin í 1981. Anne Grete Mikkelsen hevur starvast sum yvirlækni á Faaborg sjúkrahúsi síðani 1991 og verið administrerandi lækni har síðani januar 1993. Hon hevur umframt sína læknafakligu útbúgving holla útbnúgving innan leiðslu og fyrsiting. Anne Grete Mikkelsen tekur við starvinum 1. desember 2000 og verður sjúkrahúsleiðslan á Landssjúkrahúsinum sostatt fullmannað tá. Setanin verður, sum hjá sjúkrahúsleiðaranum og sjúkrarøktarstjóranum áramálssett í fimm ár. Dómaratrot noyðir FSF at broyta FIFA prinsipp Orsakað av dómaratrotið, er FSF noytt at bróta tær av FIFA fyriskrivaðu reglur um, at FIFA skrásettir hjálpardómarar ikki kunnu døma í fremstu heimligu deildini Jákup Mørk Síðani summarsteðgin hevur Tummas Pauli Olsen, sum annars hevur verið hjálpardómari, eisini dømt dystir í bestu føroysku mansdeildini. Hetta í sjálvum sær er kanska ikki so merkisvert, og yvirhøvur tykist hann eisini at vera komin væl frá uppgávu síni í so máta. Í stríð við FIFA reglur Trupulleikin við hesum er, at hetta er beint í stríð við tær reglur, sum altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur viðtikið á økinum. FIFA setir nevnliga sum treyt, at ein hjálpardómari í FIFA-høpi ikki kann døma dystir í fremstu heimligu deildini. Hetta hevur áður ført til skarpskeringar heima í Føroyum, men nú noyðir dómaratrotið FSF at seta hesa lóg til viks. Óli Holm, formaður í dómaranevnd FSF's sigur við Sosialin, at orsøkin til, at FSF nú víkir frá teimum reglum, sum FIFA hevur stungið út í kortið, er sjálvsagt, at tað í løtuni er veruligt trot á dómarum. Hann sigur, at talan sum so ikki er um nakað krav frá FIFA, men viðgongur tó, at FSF áður hevur hildið fast um hesar reglur, sum eisini verða nýttar í øllum grannalondum okkara. Hann heldur ikki, at talan sum so er um nakra nýggja støðu, men at hetta er vorðið serliga týðuligt, nú tríggir royndir dómarar innan stutta tíð hava lagt frá sær. Talan er um Oddmar Andreasen og Birgir Sondum, sum báðir kendu seg illa viðfarnar, umframt at Kim Ejdesgaard í summar legði floytuna endaligt á hillina, eftir at hava dømt í fremstu deildini í nógv ár. Betra um karmarnar Spurdur, um hvørji tiltøk FSF ætlar at seta í verk til tess at fyribyrgja hesum trupulleika, vísir Óli Holm á, at FSF hevur gjørt eitt stórt arbeiði á hesum øki seinastu árini. Eitt nú hava seinastu 7-8 árini verið hildin reglulig skeið fyri verandi dómarar, eins og ein føst útbúgvingarskipan hevur virkað í eini 6-7 ár. Óli Holm vónar, at hetta eisini fer at vísa seg um nøkur ár, soleiðis at tað verður ein javnari streymur av dómarum. Í løtuni er støðan nevnliga tann, at aldursbýtið millum dómararnar er ógvuliga ójavnt, soleiðis at vit hava nakrar dómarar við nógvum royndum, meðan vit hava nakrar, sum hava lítlar royndir í bestu deilini. Síðani er eitt stórt glopp ímillum hesar, og hetta má sigast at vera ein óheppin støða. Formaðurin í dómaranevndini vísir tó í sama viðfangi á, at uppgávan hjá FSF í hesum sambandi er at skapa nóg góðar karmar til dómararnar at virka undir. - Sjálv rekruteringin av komandi dómarum er ein uppgáva, sum feløgini eiga at taka sær av, sigur formaðurin. Týdningarmikið við felag Við hesum meinar hann við, at tað ikki skal ella eigur at vera uppgávan hjá FSF at finna fram nýggj dómaraevni og eggja hesum til. - Verður tann ábyrgdin tikin frá feløgunum, kann hetta geva úrslit í eini líkasælu á økinum, soleiðis at feløgini als ikki gera nakað við málið. Óli Holm vísir eisini á, at eitt nú í Noreg eru dómarar framhaldandi limir í ymsu fótbóltsfeløgunum, og eru teir tá aktivir í arbeiðinum hjá feløgunum at uppala nýggjar dómarar. At dómarar framvegis eru knýttir at feløgum, merkir tó á ongan hátt, at FSF ikki vil hava nakað dómarafelag. Óli Holm sigur, at tað er av alstórum týdningi, at dómararnir hava eitt felag, sum kann tala teirra felags søk. Sjálvur heldur hann, at dómarafelagið, hóast sera trongar karmar, hevur virkað væl, og heldur hann, at gott samstarv hevur verið millum FSF og felagið. Nakað sum kanska kann tykjast ilt at skilja, tá dómararnir í vár hóttu við verkfallið. Eitt verkfall, sum tó varð av ongum, tá tað kom til stykkis. Harmur um missin Ein avleiðing av hesum var, at Oddmar Andreasen fyri fyrst hevur lagt floytuna á hillina, og í summar gjørdi Birgir Sondum av, at hann ikki verður tøkur at døma dystir, tá sum eftir er av árinum. Um hetta sigur Óli Holm, at teir sjálvsagt eru keddir um missin av tveimum somikið royndum dómarum, men hann vísur aftur, at FSF skal hava gjørt ov lítið, til tess at halda teimum til. Tá dómarar taka eina slíka avgerð, eru vit noyddir at taka hana til eftirtektar. Vit eru noyddir at virða teirra ynski um at fáa ein steðg í dømingini, men tað merkir ikki, at vit ikki harmast um støðuna, sigur Óli Holm at enda. Menningartarnað taka sakina í egnar hendur Javni hevur hesar seinastu tríggjar dagarnar skipað fyri skeiði, sum serliga er ætlað menningartarnaðum, har tey skulu læra at taka ábyrgd Endamálið við skeiðnum er, at læra tey menningartarnaðu at taka ábyrgd av egnari lagnu fyri eisini at fáa ávirkan á sítt egna lív. Tað er Jóna Dahl, sum er fyrireikari av skeiðnum. Hon fekk hugskotið um eitt slíkt skeið í Føroyum, tá hon var á líknandi skeiði niðri í Danmark. Har kom hon í samband við nakrar av serfrøðingunum á økinum, sum vóru áhugaðir at koma hendavegin at hava eitt skeið fyri menningartarnað. Hetta er fyrstu ferð, at Javni skipar fyri einum slíkum skeiði í Føroyum, og Jóna Dahl heldur avgjørt, at tørvur er á einum skeiði fyri menningartarnað í Føroyum. Menna menningartarnað Fyrireikararnir vilja við hesum tiltakinum menna tey menningartarnaðu í tann mun, at tey sjálv eru ment at taka eina ávísa ábyrgd av sínum egna lívi. Á hesum økinum er vit heilt einfalt eftirbátur í mun til hini Norðurlondini, sum vit sammeta okkum við, sigur Jóna Dahl. Tað eisini tíð uppá, at hetta evnið verður tikið upp hjá bæði menningartarnaðum og teirra stuðlum. Tí er hetta skeiðið eisini fyri hjálparfólk, sum dagliga arbeiða við og taka sær av menningartarnaðum. Tey skulu eisini læra at taka tey menningartarnaðu við uppá ráð, tá avgerðir skulu takast, sum snúgva seg um teirra viðurskifti. Her heldur Jóna, at tað kanska er neyðugt við eini hugburðsbroyting millum starvsfólk á heimum fyri menningartarnað, tí tað hevur ikki verið vanligt at lata tey menningartarnaðu taka avgerðir í tann mun, sum hetta skeiðið leggur upp til. Tí eru starvsfólkini eisini ein týðandi partur av skeiðnum, men tað er tó fyrst og fremst fyri tey menningartarnaðu. Skeiðleiðararnir leggja dent á at læra tey menningartarnaðu at taka ábyrgd fyri egnum viðurskiftum og fáa ávirkan á teirra lív. Tey menningartarnaðu mugu eisini læra, at tað er teirra ábyrgd, at teirra ynskir verða framborin og førd út í lívið. Tað er ikki okkurt hjálparfólk ella onkur stuðul, sum skal syrgja fyri, at tey fáa teirra vilja. Búgva á vallaraheiminum 17 menningartarnað eru á skeiðnum, og tey eru millum 25 og 60 ára gomul. 14 av teimum búgva á Vallaraheiminum Tórshavn hjá Smyril Line við Oyggjarvegin. Hetta er ein liður í skeiðnum, sum hevur til endamáls at geva teimum ábyrgd. Tey búgva tvey saman á hvørjum kamari. Eingin stuðul býr saman við teimum, meðan tey búleikast á Vallaraheiminum. Hetta er eisini fyrstu ferð, at tey hava fingið møguleikan at búgva soleiðis einsamøll uttan eftirlit. Tey hava sínar uppgávur á Vallaraheiminum, sum tey skulu røkja hvønn dag. Jóna Dahl sigur, at tey hava megnað hesar uppgávur til fulnar, og eingir trupulleikar hava verið. Á henda hátt kunnu tey læra at hava ábyrgd. Skeiðið er allan dagin frá mikudegnum og tríggjar dagar fram. Um kvøldið fáa tey uppgávur, sum tey skulu loysa saman í bólkum, og úrslitið verður lagt fram um morgunin. Hetta er eisini ein liður í menningini. Glað fyri skeiðið Skeiðluttakararnir eru sera glaðir fyri skeiðið og eru eisini spentir um, hvussu hetta fer at rigga aftaná, tá gerandisdagurin byrjar aftur sum vant. Berit Abrahamsen er ein av skeiðluttakarunum, og hon sigur seg hava fingið nógv burturúr. Mær dámar sera væl og havi eisini fingið nógv burturúr skeiðnum. Eg havi longu fingið betri sjálvsálit, og tað er gott, sigur Berit. Eg tori eisini betur at siga mína meining uttan at vera bangin fyri, hvat onnur halda. Tað er ofta so, at tey, sum eru rundanum, taka ein av ræðið, greiðir Berit frá. Ætlanin við skeiðnum er eisini, at tey menningartarnaðu kunnu sleppa undan at stríðast ov nógv við at sleppa til orðanna, og tað eiga tey eisini at verða betur før fyri eftir skeiðið. Á skeiðnum hava tey gjørt hvør sína plakat, har tey hava myndir av familjuni, arbeiðsplássinum og øðrum, sum hava ein leiklut í teirra lívi. Á hesi plakatini hava tey eisini sett nøkur av teirra ynskjum fram. Á henda hátt kunnu tey læra, at bera fram teirra ynskir, sum er ein týðandi partur av skeiðnum. Kontaktnevndin Javni setti í 1994 eina kontaktnevnd við fimm menningartarnaðum. Henda nevndin skuldi vera bindilið millum Javna og tey menningartarnaðu, men henda nevndin hevur ongantíð virkað, sum hon skal. Í sambandi við hetta skeiðið, har tey menningartarnaðu skulu hava meira ávirkan, er ætlanin, at fáa gongd á aftur hesa nevndina. Við hesi nevndini skulu tey menningartarnaðu verða betur hoyrd, sum skeiðið eisini leggur upp til. Hetta skal eisini verða ein partur av niðurstøðuni eftir skeiðið. Úr Danmark eru komnir tveir konsulentar og tvey foreldur. Annar av konsulentunum er Frank Ulmer Jørgensen, sum eisini hevur havt fyrilestur á Hotel Hafnia um menningartarnað við sálarligum breki. Frank Ulmer Jørgensen, sum er annar av skeiðleiðarunum, starvast hjá LEV, sum er danska felagið fyri menningartarnað. Seinasti dagur verður í morgin, og tá fara tey eisini at taka samanum og koma fram til eina niðurstøðu. Tveir nýggir býráðslimir Tveir býráðslimir úr Fólkaflokkinum hava boðað frá, at teir fara í farloyvi frá býráðsarbeiðnum, og nýggir limir taka teirra sæti Páll Petersen hevur boðað frá, at hann er í farloyvi frá 18. august í ár. Í býráðið fyri Páll Petersen kemur næsti maður á listanum, sum er Steen Juul Pedersen. Eisini Jan Christiansen er í farloyvi. Hansara farloyvi byrjaði 22. august. Næsti maður á listanum er Jákup Jacobsen, og hann tekur sætið hjá Jan Christiansen í býráðnum. Hesi bæði farloyvini vórðu fráboðað býráðnum hóskvøldið, tá býráðsfundur var. Á hesum fundi varð eisini 3. og 4. viðgerð av ársfíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu. Í sambandi yvirtøku av barnaansingarøkinum verða nakrar broytingar gjørdar. Tuvalu fekk flagg 189 Pinkutjóðin, Tuvalu, sum fekk fullveldi í 1978, er nú vorðin limur í ST og hevur fingið flagg sítt vundið á stong uttan fyri ST- høvuðsborgina John Johannessen Á samkomu uttan fyri ST høvðusborgina í New York varð flaggið hjá pinkutjóðini, Tuvalu, í hesi vikuni vundið á stong sum tekin um, at Tuvalu nú er limur í ST. Tuvalu er við sínum 9.000 íbúgvum limaland 189 í felagskapi Sameindu Tjóða. Undir viðgerðini av Hvítubók varð annars ført fram, at samgongan fór av miðja eftir at fáa føroyska flaggið at veittra sum flagg nummar 189 uttan fyri ST høvðusborgina. Endamálið var, at fullveldið Føroyar skuldi gerast limaland nummar 189 í ST. Góðar inntøkur Høvuðsinntøkurnar fær Tuvalu burtur úr sølu av frímerkjum, men ein stórur partur av inntøkunum koma eisini frá at hýsa telefonsex-linjum. Harafturat er Tuvalu so heppið at hava eina landakodu á internetinum, sum stórur áhugi er fyri. Internetadressurnar á Tuvalu enda við punktum tv. Hetta hevur landið gjørt sær dælt av og selt rættindini at brúka tv í endanum av internetadressum til sjónvarpsstøðir. TV er nevniliga eisini atjóða styttingin fyri sjónvarp. Hendan hepna landakodan hevur í øllum førum tryggjað Tuvalu eina inntøku á 4 milliónir dollarar um árið tey næstu tíggju árini. Samanborið við fólkatalið er hetta á leið tað sama, sum føroyingar fáa í blokkstuðuli frá Danmark. Bretskt hjáland Frá tíðliga í fyrru øld og fram til 1978 var Tuvalu bretskt hjáland. Tað var tá kent undir heitinum, Ellice Islands. Í vídd er Tuvalu við sínum 26 ferkilometrum fjórð minsta landið í heiminum. Minni enn Tuvalu eru Vatikanstaturin, Monaco og Nauru. Tá talan er um fólkatal, er Tuvalu næst minsta landið í heiminum. Tað er bert Vatikanstaturin, ið hevur færri íbúgvar enn teir 9.000, sum eru á Tuvalu. Tuvalu liggur 1.000 kilometrar norðan fyri Fiji oyggjarnar í Indiska havinum. Tingfundur haldast í Útvarpinum Útvarpshøllin verður karmur, tá tingið í aðru viku kemur saman at viðgera eykajáttanaruppskot John Johannessen Løgtingsins formansskapur hevur gjørt av, at Útvarpshøllin skal virka sum tingsalur, meðan tinghúsið verður umvælt. Fyrsti tingfundurin í Útvarpshøllini verður í aðru viku, tá tingið kemur saman at viðgera uppskot frá Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um eykajáttanarlóg fyri oktober. Fleiri møguleikar Formansskapur løgtingsins og umsitingin á Løgtingsskrivstovuni hava havt fleiri høli í kikaranum at halda løgtingsfundir í, meðan tinghúsið verður umvælt. Millum uppskotini hava Havnar Klubbi og Hotel Hafnia verið nevnd. Men formansskapurin er komin til ta niðurstøðu, at Útvarpshøllin er best egnað. Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, vísir á, at útvarpshøllin er rúmlig, og tískil kann hon væl hýsa teimum 32 tinglimunum, teimum 7 landsstýrismonnunum, løgtingsskrivarunum, ríkisumboðnum og áhoyrarum. Eisini vísir Finnbogi Ísakson á, at rúm eru uttan um Útvarpshøllina, hagar tingfólk kunnu leita sær at práta saman. Somuleiðis er Norðurlandahúsið nærhendis og Útvarpið hevur eisini høli, har møguleiki er at halda nevndarfundir. Umstøður at taka upp Ein løgtingslóg frá 1981, sum kortini enn ikki er lýst, staðfestir, at allar munnligar umrøður á tingi skulu staðfestast við bandupptøku. Hóast lógin enn ikki er lýst, hevur løgtingið fylgt hesi lóg. Í Útvarpshøllini ber sjálvsagt væl til at taka løgtingsfundirnar upp á band, og tað fer eisini at verða gjørt. Men løgtingsformaðurin vísir á, at fundirnir kortini ikki fara at verða sendir afturvið royndarmyndini hjá Sjónvarpinum eins og vanligt. Myndatekstur: Rúmliga Útvarpshøllin verður á fyrsta sinni tingsalu í komandi viku Mynd: Jens Kristian Vang Jazzfestivalurin ongantíð aftur Jazzfestivalurin verður ongantíð aftur í tí líki, fólk kenna hann. Norðurlandahúsið fer ístaðin at skipa fyri einari nýggjari árligari listastevnu við tónleiki, sjónleiki, filmi og bókmentum Í staðin fyri at lata stuðul til fýra árligar tónleikafestivalar, fer Norðurlandahúsið nú at skipa fyri eini nýggjari stórari listastevnu, sum verður hildin í august mánaði. Avleiðingin er millum annað, at 17 ára gamli Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestivalur ongantíð verður aftur í tí líki, sum fólk kenna hann. Eisini Sumartónar, Fólkatónleikastevnan og Gospelfestivalurin koma at merkja broytingina. Endamálið hjá okkum er at koma við einum betri og breiðari tilboði, har eisini tónleikurin fær ein sentralan leiklut, sigur Helga Hjörvar, stjóri í Norðurlandahúsinum. Vit ælta at brúka tað besta frá teimum fýra tónleikafestivalunum, sum hava verið í húsinum, og samantvinna tað við nøkur nýggj tilboð innan til dømis sjónleik, film og bókmentir. Endamálið er at gera ein betring og nýskapan av tilboðunum hjá Norðurlandahúsinum. Brandur og Kristian stúra ikki Hóast nýggi politikkurin hjá Norðurlandahúsinum fer at hava ein fíggjarligan smeit við sær við teir fýra tónleikafestivalarnar, so stúra tveir av høvuðskreftunum aftanfyri teir ikki fyri nýggja hugskotinum. Hóast hetta kemur at merkja, at Jazzfestivalurin ikki kemur at halda fram sum áður, so stuðli eg nýggja hugskotinum, tí tað er ómetaliga spennandi og kann skapa nýggjar møguleikar, sigur Brandur Øssursson, sum øll 17 árini hevur skipað fyri Jazzfestivalinum. Tónleikurin má ikki koma at svíða undir hesum, men tað er heldur ikki ætlanin. Vit síggja stórar møguleikar í nýggju listastevnuni, har eisini tónleikurin fær ein týðandi leiklut, sigur Kristian Blak, sum er fyriskipari av Summartónum. Helga Hjörvar, stjóri í Norðurlandahúsinum sigur, at endamálið er ikki, at tónleikurin skal gerast taparin í broytingini. Hinvegin er málið við nýggja festivalinum millum annað, at tað skal bera til at lokka heimsnøvn sum Bob Dylan, Pavarotti ella Leonard Cohen til Føroya at spæla. Tey stóru tiltøkini Norðurlandahúsið hevur sett ein trímannabólk at arbeiða við nýggju listastevnuni. Í hesum bólki sita Jórun í Dali, Brandur Øssursson og Birgir Kruse. Tað er ætlanin, at hesin arbeiðsbólkur um ikki so langa tíð skal koma við sínum boði upp á, hvussu listastevnan skal haldast. Fyrimyndin er árliga listastevnan í Reykjavík, sum stjórin í Norðurlandahúsinum áður hevur staðið á odda fyri. Norðurlandahúsið í Føroyum skal bjóða fólki tey stóru mentanartiltøkini, sum eingin annar klárar at bjóða. Nýggja listastevnan er ein liður í hesum politikki, og hon skal verða enn meira sjónlig enn tónleikafestivalarnir hava verið, sigur Helga Hjörvar. Vit vóna ikki, at hetta fer at skapa misnøgd millum tónleikafólk, tí endamálið við nýggju listastevnuni er at gera umstøðurnar hjá øllum betur. Vit koma at hava stór tiltøk í høvuðsstaðnum, men ætlanin er eisini at hava tilboð kring landið, soleiðis sum Summartónar til dømis hava havt, sigur hon. Festivalarnir broyttir Brandur Øssursson heldur, at nýggja listastevnan ikki bara kann avloysa allar tónleikafestivalarnar, tí talan eru um fleiri enn 50 konsertir á teimum trimum festivalunum, sum eru um summarið. Tí skapar hetta eina nýggja stóra avbjóðing fyri tónleikalívið í Føroyum. Nú mugu vit seta okkum fyri at skapa umstøður fyri stórum tónleikatiltøkum umframt nýggju listastevnuna. Jazzfestivalurin kemur ikki at halda fram í sama líki, men møguleiki er sjálvandi fyri, at hann kann skipast øðrvísi og til dømis haldast aðrastaðni í høvuðsstaðnum, sigur Brandur Øssursson. Kristian Blak sigur, at Summartónar næsta ár verða skornir frá 10 døgum og niður í fýra dagar. Summartónar verða framyvir ikki eins umfatandi, sum teir hava verið, men vit ætla at halda fast um at hava eina stevnu, har millum annað føroysk tónleikaverk verða framførd. Harafturat koma vit eisini at verða ein partur av nýggju listastevnuni, og tí síggi eg stórar møguleikar framyvir. Og vit skulu nokk finna orku til eisini at halda eina fólkatónleikastevnu - um hon so bara verður eitt vikuskifti, lovar Kristian Blak. Festival-farvæl Stjórin í Norðurlandahúsinum sigur, at endamálið við nýggju listastevnuni er ikki at spara pengar við at sláa fleiri festivalar saman. Vit ætla í staðin at gera eitt størri og meira fjølbroytt tiltak, sum skal verða ein vinningur fyri føroyskt mentanarlív og geva fólki nógv spennandi tilboð, sigur Helga Hjörvar. Vit eru samstundis greið yvir, at vit kunnu ikki brúka alt krútið í einari viku í august, og tí kunnu fólk rokna við fleiri tónleikatiltøkum um veturin. Og vit fara heldur ikki at gloyma okkara skyldu at vera Norðurlandahús fyri allar Føroyar. Og meðan tankin um ein árligan Jazzfestival er burtur eftir 17 fjølbroytt ár, sær maðurin aftanfyri festivalin frameftir. Tað hevur verið spennandi og strævið at skipa fyri Jazzfestivalinum, og hann er vorðin rættiliga kendur í Norðurlondum, men nú liggja nýggjar avbjóðingar fyri framman, og málið hjá okkum verður at syrgja, at eingin tapari verður av broytingini, sigur Brandur Øssursson. Stjórin í Norðurlandahúsinum roknar við, at fleiri upplýsingar um tiltøkini á nýggju listastevnuni verða at fáa um einar tveir mánaðir. Hydro sleppur Sagexfólkum Málið um teir tríggjar Sagex-verkfrøðingarnar, sum herfyri fingu fútaforboð at arbeiða í føroyskum øki fyri Føroya Kolvetni, hevur nú fingið ein enda. Jan Müller Síðani at Sagex-fólkini vunnu frísak í Lagmandsretten, sum harvið ógildaði fútaforboðið frá undirrættinum, hevur Norsk Hydro biðið kærunevndina um at fáa málið til Hægstarætt. Nú frættist so, at Norsk Hydro hevur broytt støðu og hevur gjørt av heilt at sleppa málinum. Tað ger ikki meira við tað. Tvs. at fríkenningin hjá Lagmansretten av teimum trimum ráðgevunum hjá Føroya Kolvetni verður endalig. Ein orsøkin til at norska oljufelagið hevur slept málinum skal vera, at nú Norsk Hydro ikki hevur fingið nakað leitiloyvi í Føroyum, og tí hevur tað heldur onga orsøk til at halda fram málinum um teir tríggjar fyrrv. Sagamenninar. Sambart Nettavisen í vikuni arbeiða Sagexfólkini nú við at leggja endurgjaldskrav móti Hydro fyri seinkan og tap í teirra arbeiði. Sambart Nettavisen sigur keldur, at kompromisleysa støðan til teir tríggjar ráðgevararnar hjá føroyska oljufelagnum var ein av teimum mest týðandi orsøkunum til, at Norsk Hydro ikki fekk loyvi at leita eftir olju og gassi á landgrunninum. Hetta verður víst aftur av oljumálastýrinum skrivar norska blaðið. Veðrið Eitt djúpt lágtrýst, 964 hPa. í útsynning úr Íslandi fer í landnyrðing. Djúpa lágtrýstið norðan fyri Føroyar fer spakuliga í landnyrðing, men eitt minni lágtrýst verður væntandi sunnan fyri Føroyar sunnudagin. Veðrið í dag: Skrið ella stormur av útsynningi, seinni eitt sindur minni vindur av vestri. Ælingur og hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið leygardagin: Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi og sólglottar, men eisini okkurt ælið fyrrapartin. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið sunnudagin: Lot til andøvsgul av ymsum ættum og møguliga regn eitt skifti, men annars sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Mánadagin lot av ymsum ættum, turt og sól, men týsdagin frískar hann vindin av suðri og regn. Hitin millum 8 og 12 stig. Í gjár: Eitt djúpt lágtrýst, 964 hPa. í útsynning úr Íslandi fer í landnyrðing. Í dag: Djúpa lágtrýstið norðan fyri Føroyar fer spakuliga í landnyrðing, men eitt minni lágtrýst verður væntandi sunnan fyri Føroyar sunnudagin. Anne Grete Mikkelsen læknastjóri Í gjár setti Helena Dam á Neystabø danska læknan, Anne Grete Mikkelsen, í starv sum læknastjóra á Landssjúkrahúsinum Hon er 58 ára gomul, fødd í Ringkøbing. Tann 1. desember tekur hon við starvinum sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum. Anne Grete Mikkelsen tók læknaprógv í Århus í 1970 og fekk serlæknaviðurkenning í intern medisin í 1981. Hon hevur starvast sum yvirlækni á Faaborg sjúkrahúsi síðani 1991, og hon hevur verið leiðandi lækni har síðani januar 1993. Anne Grete Mikkelsen hevur umframt sína læknafakligu útbúgving holla útbúgving innan leiðslu og fyrisiting. Tá hon tekur við starvinum 1. desember í ár, er sjúkrahúsleiðslan á Landssjúkrahúsinum endilga fullmanna aftur. Eins og sjúkrahúsleiðarin og sjúkrarøktarleiðarin, er Anne Grete Mikkelsen sett í eitt tíðaravmarkað starv upp á fimm ár. X-MEN X-MEN hoyra til bólkin av Marvel Comics' Super Heroes. Síðani 1963 hava vit lisið um teirra avrik í best seldu teknirøðini nakrantíð, og nú er teirra sermerkta univers bakgrundin fyri einim nýggju sci-fi-filmi, sum setur øll segl fyri innan nýggjastu teldutøkni. Í eini ikki so fjarari framtíð eru framvegis fleiri mutantar her á jørð - menn og kvinnur, hvørs genetiska samanseting hevur begávað - og forbannað - tey við serligum eginleikum. Men tey flestu vanligu menniskuni óttast løgnu skapningarnar, sum afturfyri kenna seg útstoyttar. Nakrir mutantar stríðast fyri at vinna á støðugu og alsamt vaksandi gjónni millum mennisku og mutantar við at brúka teirra serligu evni til frama fyri heiminum, sum ræðist tey. Hinvegin eru aðrir mutantar, sum brúka teirra serligu megi og evni upp á kriminalitet. Aftur í Odense Odense er ikki bara Vollsmose; men hann er við at verða ein multikulturellur býur við m.a. Vollsmose við teim mongu fólkasløgunum. Runt um í gøtunum eru nógv tungumál at hoyra til dagligt, og vit hava valt at hetta kakofoniska kórið eisini skal hava føroyskan íblástur við boðunum: >>Kom, kom til Jesus<<. Hví kunnu vit ikki bert siga: >>Kom, kom til Jesus<< (á donskum)? Tí móðurmál er hjartamál, og tað nemur hjartastreingir á annan hátt enn onnur mál. Við góðu tíðunum heima á landi tynnist í vinaskara og færri og færri eru um at halda um endan; men eg haldi nú at vit skulu halda á við at halda um endan. Vit kundu sagt sum unglingin við sjóverki og timburmonnum um borð á Drotningini á veg heim úr Íslandi í sekstiárunum: >>Eg orki ikki meir, hví skal eg orka meir? Hvussu kann eg orka meir? - eg orki ikki meir<<. Eg haldi, at vit skulu royna at orka meir, tí tað hevur stóran týdning, at gleðiboðskapurin ljóðar á móður(hjarta)málinum, sjálvt um vit skilja danskt. Tað hevur eisini stóran týdning fyri børnini hjá okkum, at tey hoyra Guds Orð á føroyskum, og tað er eisini av týdningi, at tey síggja, at vit halda fast við henda fedranna arvin - bæði málsliga og átrúnaðarliga. Tað hevur eisini týdning fyri okkum sjálv at lesa, tosa, hoyra og syngja um Harran Jesus Kristus á tí máli, sum hann sjálvur hevur givið okkum. Fundarfólkið í Tinghúsinum í 1888 skilti danskt; men bæði hjá teimum og okkum rørir móðurmálið hjartastreingirnar á annan hátt, og tí vildu tey >>verja Førja mál og Førja siðir<<. Tí fóru Dahl og Danielsen eisini undir at umsita Bíbliuna til hjartamálið, og teir gjørdu eisini sítt til, at vit hava stóran sang- og sálmaskatt á móðurmálinum. Vit royna eftir førimuni at >>verja Førja mál og Førja siðir<< við at oysa av tí skatti, sum okkum er givin. Vit skilja, um onkur sigur: >>Jeg frydede mig, da de sagde til mig: >>Vi drager til Herrens hus!<< Men tað er nakað annað at hoyra: Eg varð glaður, tá ið sagt varð við meg: >>Vit skulu fara í hús Harrans!<< Vit savnast í húsi Harrans á móðurmálinum leygardagin 9. sept. kl. 15 í Pinsakirkjuni, Østergade 57, miðskeiðis í Odense. Kennir tú onkran, sum tú hevði sett prís uppá at hoyrt Guds Orð á móðurmálinum, ber so endiliga boðini víðari. Árni Helmsdal, Hydro sleppur Sagexfólkum Málið um teir tríggjar Sagex-verkfrøðingarnar, sum herfyri fingu fútaforboð at arbeiða í føroyskum øki fyri Føroya Kolvetni, hevur nú fingið ein enda. Síðani at Sagex-fólkini vunnu frísak í Lagmandsretten, sum harvið ógildaði fútaforboðið frá undirrættinum, hevur Norsk Hydro biðið kærunevndina um at fáa málið til Hægstarætt. Jan Müller Nú frættist so, at Norsk Hydro hevur broytt støðu og hevur gjørt av heilt at sleppa málinum. Tað ger ikki meira við tað. Tvs. at fríkenningin hjá Lagmansretten av teimum trimum ráðgevunum hjá Føroya Kolvetni verður endalig. Ein orsøkin til at norska oljufelagið hevur slept málinum skal vera, at nú Norsk Hydro ikki hevur fingið nakað leitiloyvi í Føroyum, og tí hevur tað heldur onga orsøk til at halda fram málinum um teir tríggjar fyrrv. Sagamenninar. Sambart Nettavisen í vikuni arbeiða Sagexfólkini nú við at leggja endurgjaldskrav móti Hydro fyri seinkan og tap í teirra arbeiði. Sambart Nettavisen sigur keldur, at kompromisleysa støðan til teir tríggjar ráðgevararnar hjá føroyska oljufelagnum var ein av teimum mest týðandi orsøkunum til, at Norsk Hydro ikki fekk loyvi at leita eftir olju og gassi á landgrunninum. Hetta verður víst aftur av oljumálastýrinum skrivar norska blaðið. Hvar er nú fólkaræðið hjá okkum? Fyrst sendu teir bræv til ST. Partur av uttanlandsnevndini sigur seg vera kunnaðan á náttartíð á Christiansborg í Keypmannahavn, meðan ein annar partur, andstøðan, als ikki er kunnaður. Síðan fingu teir svar frá ST. Deyðatøgn. Og nú senda teir bræv til Nato og biðja um at sleppa at tosa við aðalskrivaran um møguligan føroyskan limaskap í Nato ella í onkrum felagsskapi undir Nato. Framvegis deyðatøgn. Alt hetta fer fram, uttan at uttanlandsnevnd løgtingsins rørir hond frá sídu fyri at vidgera hesi mál, sum veruliga eru stórmál. Serliga tad seinasta vid Nato. Alt hetta hendir, uttan at løgmadur rættir hond frá sídu fyri at kunna og spyrja seg til ráds, soleidis sum okkara styrisskipan fyriskrivar. Alt hetta hendir, uttan at Føroya Løgting fær nakra kunning. Skal andstødan tigast í hel? Løgtingsval var í apríl 1998. Vit vóru 32, id fingu fólksins álit til at sita á Føroya Løgtingi í tí trúgv, at vit vegna Føroya fólk á samvitskufullan og skilagódan hátt vildu røkja fólksins og landsins áhugamál. Men tad, sum nú hendur er, at 18 ella kanska 19 tingmenn hava tikid sær rætt til einsamallir at greida stórmál uttan at geva hinum 13 møguleika fyri kunning ella at koma vid vidmerkingum. Vit verda hvørki kunnadir og enn minni eftirspurdir, tá tad snyr seg um ST ella Nato. Hetta er so langt úti, at eg snøgt sagt ikki eigi ord fyri tí. Somu menn, sum hava rópt seg upp á, at Føroyar skulu verda eitt rættarsamfelag, seta fullkomiliga allar fólkarædisligar mannagongdir til viks. Hugsid tykkum til, at tingmenn úr andstøduni, sum hóast alt vid valid umbodadu rættiliga stóran part av Føroya fólki, og sum nú kanska umboda uppaftur størri part ella kanska ein meiriluta, verda ikki virdir ein tann einasta møguleika at koma vid vidmerkingum til løgmans, nú hann hevur bidid um fund vid Nato fyri at kanna møguleikarnir fyri limaskapi. Hvussu skulu vit umboda áhugamálini hjá teimum, sum hava valt okkum? Hava tit avskrivad henda partin av Føroya fólki, eins og tit nú hava avskrivad andstøduna sum ein part av politisku skipanini? Sjálvt um tad er troyttandi og strævid at hoyra upp á eina andstødu, so er eydkennid fyri eitt demokratiskt samfelag, at hesir minnilutir verda kunnadir og koma til ordanna. Men tad, sum vit uppliva júst nú, ja tad eru so eydkennini fyri tey lond, sum vit í ødrum høpi als ikki vilja samanbera okkum vid. Her er fólkarædid sett til viks. Føroyar limast inn í Nato ella í Patrnership for Peace. Nú kenn eg svarini og vidmerkingarnar, sum fara at koma. "Hetta var bert ein kunnandi fundur, sum løgmadur skal hava vid Robertson, adalskrivara. Tit verda kunnadir aftaná, og sjálvandi skal Føroya Løgting vidgera málid, ádrenn ein endalig avgerd verdur tikin." Men leggid til merkis, hvat løgmadur sigur i brævi sínum: "Tad er sjónarmidid hjá landsstyrinum, at einar frælsar Føroyar eiga møguleikan fyri at søkja um limaskap í sjálvum Nato ella í ødrum lagi í Patrnership for Peace."Vídari sigur løgmadur: "I believe this would be an excellent opportunity to discuss with you both our intentions and our options..........." V.ø.o. ætladi løgmadur at kjakast um ætlanir hjá landsstyrinum og møguleikar. Uttan mun til um talan bert var um ein fund, so skal henda prosessin byrja eitt ella annad stad. Og søgubøkurnar høvdu skrivad, at ætlanin um føroyskan limaskap í Nato byrjadu vid einum fundi í Reykjavík millum Kallsberg og Robertson. Hvat sigur Føroya Løgting? Hvat er og hevur verid løgtingsins støda til Nato og adrar verjusamgongur? Jú, tad einasta vit vita vid vissu er, at Føroya Løgting hevur gjørt fleiri samtyktir um, at Føroyar skulu haldast óheftar av øllum verjusamgongum. Tí hevdi tad ikki verid annad enn rímiligt, at landsins hægsti myndugleiki slapp til ordanna ella í mista lagi vard kunnadur um hesa ætlanirnar, landsstyrid hevur. Hvat sigur Finnbogo Ísakson, løgtingsformadur til, at løgtingsins samtyktir knappliga ikki hava frægari virdi enn flagid á tinghúsunum, sum vard skrætt av? Hvat sigur føroyingurin til hesa politisku kúvending hjá Tjódveldisflokkinum, sum einferd um árid seinastu mongu árini hevur undirhildid vid einari mótmælisgongu nidan í Mjørkadal, har alt hernadarvald vard bannad undir sand og øsku? Og verdur evran føroyskt gjaldoyra eftir sama leisti? Eg siti í mínum stilla sinni og hugsi um, um vanligi føroyingurin kennir seg tryggan vid henda einarædishugburd, sum hetta landsstyrid er so befongt vid. Um vanligi føroyingurin kennir seg tryggan vid, at minnilutar og andstøda verda skúgvad til viks? Og eitt er vist, at teir kønu, sum í hesum døgum sita og gera uppskot til grundlóg, teir hava so fingid nakad at hugsa um. Og væl kann tad verda, at landsstyrid og samgongan fær adra bók enn Hvítubók at lesa í. Jóannes Eidesgaard Áheitan á Føroya Landsstýri Skrivið á føroyskum. Tað er best fyri Føroyar! Fyri kortum sendi landsstýrismaður eitt skriv til ráðharra í Danmark - á føroyskum - sjálvandi! Men spurningurin er um tað er so klókt. Tí vandi er fyri, at móttakarin als ikki dugir at lesa brævið. Loysingarpolitikkur: At loysingarsamgongan nú krevur, at øll onnur skulu lesa føroyskt og helst eisini svara okkum aftur á føroyskum, eru sjálvandi øll her á landi glað ivir. Tí nú má vera liðugt hjá okkum at læra okkum nakað fremmant mál. Vit kunnu hereftir blaka allar útlendskar bøkur burtur, ella brenna tær - spilluna - sum onkur gjørdi fyri nøkrum árum síðani. Øll hini kunnu bert læra seg føroyskt, og tey kunnu byrja við Ð. Fíggjarligur møguleiki? Møguliga kann mentamálaráðharrin bjarga fullveldiskollapsinum fíggjarliga, við at geva skeið á føroyskum til allar milliónirnar av fólkum, ið nú koma higar at læra seg føroyskt, av tí at landstýrið nú er farið at "kommunikera" á føroyskum máli á "internationala leikpallinum". Stokkut var gleðin: Men "tíverri" skuffaði Landsstýrið álvarsliga. Í Dimmu ídag er at lesa eitt skriv frá Føroya Landstýri - á enskum máli. Tað hevði lyndi at trútna kring eyguni! Ein spyr seg sjálvan, hvat meiningin er? Hví svíkir loysingar landstýrið føroyska málið á slíkan hátt? Mitt í fullveldissvansinum? Er nakað í vegin við at senda eitt skriv til NATO ovastan á føroyskum?. Eg vil so vóna, at ST aðalskrivarin, Kofi Annan, fekk skrivið frá føroya landsstýri á skærum føroyskum máli! Í hesi loysingartíð kunnu vit rokna við, at tá ið ein danskur ráðharri kann lesa føroyskt, so kunnu bæði NATO ovastin og ST aðalskrivarin enn betur lesa føroyskt. Tí í eini fullveldistíð er danin tann býttasti av teimum trimum. Og uttan nakað kjak stendur føroyingurin omanfyri allar og øll hini. Áheitan: Sum Sambandsmaður fari eg hervið at heita á Føroya Landstýri um at kommunikera við øll útlendsk lond og stjórnir á føroyskum máli - bæði í skrift og talu. Tað tænir føroysku tjóðini best. Tað hava úrslitini higartil víst. Vinarliga Marjus Dam, løgtingsmaður Løgmaður og varaløgmaður eru líkaglaðir um grundlógina, Heimastýrislógina og siðvenjur Aftaná tað ússaliga úrslitið av seinastu samráðingunum við danir tykist kókið at verða farið av fullveldisgrýtuni og báðir okkara løgmenn gera nógv fyri at halda lív í málinum og fyri ikki sjálvir at enda í gloymskurnar myrkri. Teir eru fleiri ferðir farnir so langt út um ymisk mørk, at ein kann halda tað vera hættisligt at vera undir teirra leiðslu. Hvat verður tað næsta, teir finna upp á? Á middegi mikudagin hevði Útvarp Føroya drúgvar samrøður við danskar andstøðupolitikarar og okkara løgmann, sum var staddur í Íslandi. Ein upproyttur løgmaður legði lítið í donsk argumentir um at halda Grundlógina ella føroysk andstøðuargumentir um at halda Heimastýrislógina. Hann segði leyst endurgivið, at tað var ein trupulleiki hjá føroyskum andstøðupolitikarum, at teir hildu seg til Heimastýrislógina. Hetta er sterkur lútur frá einum løgmanni. Tað er helst neyðugt at minna báðar okkara løgmenn á, at enn er Heimastýrislógin í gildi og henni hava teir at rætta seg eftir soleingi hon er galdandi. Í § 5 í heis Heimastýrislóg stendur: >>Føroyska heimaræðið er avmarkað av teimum til einahvørja tíð verandi sáttmálaligu og øðrum internationalum rættindum skyldum. Ríkisvaldi hevur avgerðarrættin í spurningum, sum viðvíkja ríkisins viðurskiftum við útheimin<<. So einfalt er hetta. Og hetta skal virðast av okkara politisku leiðarum og gera teir ikki tað, so gera teir seg sekar í lógarbroti og eiga at taka avleiðingarnar av tí. Tað hevur verið siðvenja, at øll uttanríkismál av týdningi fyrst hava verið løgd fyri løgtingsins uttanlandanevnd antin til kunningar ella til viðgerðar. Kanska gevur hetta grundarlag fyri einum góðum ráði til løgmann ella landsstýrið. Síðani hevur man tosað við ríkisvaldið, áðrenn farið hevur verið til útlendska mótpartin. Soleiðis er ikki longur. Okkara løgmenn vilja ikki hava góð ráð, men venda sær av sínum eintingum beinleiðis til altjóða felagsskapir við málum, sum greitt hoyra undir § 5 í Heimastýrislógini. Her skuldi ikki borið til at umbera seg við vánaligari ráðgeving. Tað ber ikki til, at løgmaður og varaløgmaður handla sum um vit longu hava fingið fullveldi við nýggjari grundlóg og har Heimastýrislógin er avtikin. Teir hava lovað føroya fólki eina fólkaatkvøðu um hetta málið. Vit eru mong sum halda, at henda atkvøða eigur at vera so skjótt sum gjørligt, so vit kunnu koma víðari í arbeiðinum við at stýra okkara egna landi og við at samskifta við onnur lond. Nógv er steðgað upp í løtuni, tí okkara politisku oddafiskar royna at svimja, men illa duga at halda sær uppi. Onkur hevur nevnt, at kanska hevur henda amatørkenda atferðin á altjóða pallinum eitt annað endamál enn tað, sum verður borið fram. kanska vilja teir báðir løgmennirnir nú bara hava danir til at gera tað, sum teir sjálvir við fleiri samráðingum ongan veg eru komnir við enn. Teir gera við hesum dag og dagliga óbótaligan skaða á tann ríkisfelagsskap, sum teir flestu føroyingar framvegis ætla sær at liva í. Tað hoyrist alsamt skilligari á donskum politikarum bæði úr samgongu og andsøtðu, at teir troyttast av tí ókvalificeraða samspæli, teir í løtuni hava við henda partin av ríkinum, so kanska er hjálpin til harrarnar Kalsberg og Hoydal ikki so langt burtur. Sum ikki einaferð, skal hon koma úr landsuðri. At okkara løgmaður skal lata seg dragsa og trýsta av einum alsamt meira desperatum varaløgmanni er harmiligt. At henda kappingin í at levera diplomatiskar bummarar so skal hava ríkisrættarligar avleiðingar er katastrofalt. Ein av stabbunum undir okkara framkomna føroyska samfelag er, at vit virða lógir og siðvenjur. At vit hava álit á skrivaðum og óskrivaðum skipanum. Hetta tykist so inngrógvið. So sjálvsagt og líka so ringt at vera fyri uttan sum okkara andadráttur. Tí harmar tað dupult, at okkara politisku leiðarar skulu vera teir fyrstu til at bróta hetta niður og slóða fyri álopum á rættarsamfelagið og okkara demokratisku skipanir. Fyri ikki at tala um umdømi millum okkara grannatróðir. Tað er nokk ikki líka høgt í metum hjá øllum. Gøtu 06.09.2000 Atli Hansen Høgur livifótur, lágur livifótur! Høgt lívsvirðið, lágt lívsvirði! Ein heldur løgin yvirskrift, men kanska verd at hugsa um eina løtu í hesum døgum, har vit so ofta verða mint á høgan og lágan livifót eins og var einki annað til í hesum heimi. Tað er ikki vist, at tað er heilt óneyðugt at seta sær sjálvum tann spurning, um: høgur livifótur altíð er tað sama sum høgt lívsvirði. Ella um: lágur livifótur altíð er tað sama sum lágt lívsvirði. Fyri mongum árum síðani vendi okkara framúr góði frásøgumaður Heini Olsen, verkfrøðingur úr Vestmanna, heim aftur til Føroya. Hann hevði tá verið burturstaddur í Persia-landi í so mong ár, at útvarp Føroya helt tað vera vert at fáa eitt prát í lag við Heina. Arbeiði hansara í eysturlondum var at læra hesi fólk at gera vesturlendskar vegir og brýr, og hetta var teimum kærkomin læra. Ein av spurningunum, ið útvarpið setti Heina var, hvat hann helt um hesi fólk, hann nú hevði verið ímillum so leingi. >>Tey eru øðrvísi enn vit, og hugsa øðrvísi enn vit<<. Eg helt meg ikki skilja á svari hansara, at tey av teirri orsøk vóru verri menniskju enn vit. Tey vóru bæði blíð og glað. Ein annar spurningur til Heina var, um hann legði merki til nakra broyting í Føroyum, eftir hesi mongu ár, hann hevði verið burturstaddur. Jú tað helt hann. Her var mikið hent. Nógv stór og vøkur fiskiskip vóru komin til landið. Vegir og bryggjur vóru eisini broytt og síðan stór og flott hús. Livifóturin segðist eisini vera nógv hækkaður men, legði hann afturat: Størsta broytingin, ið hann enn var komin fram á, vóru allir hesir feitu mennirnir og hesir stóru búkarnir. Fyrr visti man, at tað vóru einir fimm ella seks væla búkar í øllum Føroyum. Tað hevur so svarað til umleið ein tílíkur búkur uppá hvørt sýsli, men nú vóru fleiri í hvørjari bygd. Nú er so spurningurin um okkara hækkaði livifótur altíð er tað sama sum hækkað lívsvriði? 9. august í ár 2000, visti eitt av tíðindabløðum okkara at siga at 1,1 milliard menniskju viga meira enn lækni teirra kann viðmæla. Tey doyggja av fiti. Men eitt var vist, fer tað nú at vera so vorðið hereftir, at hvør grindamaður skal hava ein heilan grindahval í sín part, hvørja ferð, ið grind leggur beinini, so er ikki at vænta, at búkarnir gerast minni. Líka so vist man vera, at fleiri eru tey, ið ynskja bæði heming og tvøstsnert á hesar grinda hamstrarar, og tað økir ikki um lívsvirði. Tó er ilt at meta um, hvat tey ymsu halda, tí fyri summum tykist munurin ikki at vera so stórur, um talan er um eina góða spikfjós ella okkara móðurmál. Hvør kundi eitt nú minst til, at nakar týðandi føroyskur polittikari heldur tað vera heilt nattúrligt og enntá frøist um, at altjóða felagsskapurin S.T. ikki virðir Føroya Landsstýri so frægt, at teir hirða at svara einum náttúrliga settum skrivligum spurningi? Og hvør kundi minst til, at fleiri føroyingar halda tað vera eina vælagerð, at danir nú ár 2000 lýsa fyri alheimstjóðum, at føroyingar er eitt minnilutamál í danska ríkinum? Nei, her átti mangur maður heldur at tára, og hetta tykist bæði óhugnaligt og óskiljandi. Ikki vóru skaldini bæði Fr. Petersen og Jóannes Patursson altíð samdir á tí polittiska vígvøllinum, men hygg her, hvussu samdir teir vóru í málsspurninginum. Fr. Petersen yrkti: O, móðurmál, stórt er títt fall úr tínum ærustóli, fyrr virdu allir teg sum jall í tínum egna bóli teir róku teg av kirkju út og aftur burt av tingi; tú mátti liva við sorg og sút so hevur lív títt gingið. Jóannes Patursson yrkti: Nei, teir skjóta fyri stokk og slá, og har torir eingin at herja á. Í Havnar skúla har er so trongt, at móðurmálið er útistongt. Hvørgin av hesum monnum helt tað verða gott, ei heldur rætt. Men aftur hesu ferð glitrar posin við lokkubitunum úti í havsbrúnni. Nú verður kunngjørt á danatingi, at tit føroyingar skulu í ár fáa 25 milliónir frá okkum í stuðli. ( Eru teir kanska ikki fittir?) Eg fari at enda greinastubban við einum ørindi frá einum triðja skaldi okkara J. Dahl: Og eiga tit kærleika til móðurlands, lat kærleikan sýnast í verki! Og eigum vær trúgv, so stígum fram, og móðurmál veri várt merki! Sjúrður Poulsen Jákup bjargaði Herfølge Superligan: FCK vann fyri aðru ferð á rað, men upp í gleðini yvir sigurin á grannunum úr AB varð mikukvøldið blandaður harmur um, at næstan allir verjuspælararnir eru skaddir Føroyska luttøkan í superliguni mikukvøldið var ikki so stór, sum hon va rnæstsíðst. Í FCK gjørdu teir undan nýklassikaranum ímóti Brøndby av, at Todi Jónsson skuldi ikki spæla. Lærskaðin, sum Todi fekk undir skotvenjing á Svangaskarði fríggjakvøldið, versnaði so mikið tíðliga í 2. hálvleiki ímóti Slovenia, at Todi fyrrapartin av hesi vikuni ikki fekk vant saman við liðfeløgunum í FCK, og tískil fekk hann heldur ikki spælt mikukvøldið. At Óli Johannesen í vikuskiftinum var heima í Føroyum og hjálpti til so at siga at seta Slovenia upp á pláss á Svangaskarði tóktist mikukvøldið ikki hava styrkt um støðu hansara í AGF hópinum. Spurningurin er so, hvussu tað hevði verið vorðið, um Óli hevði havt verið heima í Århus og vant. Tann spurningurin er - so segði maðurin - hypotetiskur, og tískil verður hann ikki svaraður. Óli Johannesen var í AGF hópinum. Næstsíðst spældi hann allan 2. hálvleik. Hesa ferð var hann bara við teir síðstu fimm minuttirnar á heimavøllinum í Århus, tá oddaliðið úr Lyngby vitjaði og fór við øllum stigunum. Óli kom í 85. minutti á vøllin fyri Michael Nonbo. Tá hevði Óli sitið leingi á beinkinum. Tíðliga í 2. hálvleiki sveik ein partur av ljósinum í Århus. Tað gingu fleiri enn tjúgu minuttir, áðrenn brekið varð rættað og dysturin bríkslast í gongd aftur. AGF tapti 4-1 ímóti sera sannførandi Lyngby, sum við sigrinum styrkti um oddasessin. Tá 40 minuttir vóru farnir, hevði Lyngby lagt seg á odda 3-0. Lyngby, sum bara hevði ein mann heilt á toppinum, var framúr vandamiklið í kontraspælinum. Tað kann væl hugsast, at møguleikin hjá Óla Johannesen ikki versnaði mikukvøldið. Verjan var ikki serliga sannførandi, og eitt korter undan leikloki sá verjuspælarin Dennis Siim reytt fyri neyðbremsu. Tað vil siga, at hann verður ikki tøkur næstu ferð. Næsta royndin hjá AGF - og vónandi Óla Johannesen - verður á útivølli ímóti grannunum í Silkeborg. Jákup stórspældi Herfølge hevði vitjan av Silkeborg. Sum alla aðra staðni í Danmark, har tað mikukvøldið varð spælt í superliguni, oysregnaði í Herfølge. Hetta gjørdi ikki arbeiðsumstøðurnar hjá málverjunum betur. Men tað eydnaðist Jákupi Mikkelsen at halda tætt. Tað vóru ikki nógvir upplagdir málmøguleikar. Silkeborg hevði onkrar síðsta korterið av 1. hálvleiki og aftur í síðsta korterinum av 2. hálvleiki. Landsliðsmaðurin Henrik Tømrer Petersen hevði onkran sera vandamiklan stútara fram ímóti dystarenda, men Jákup Mikkelsen bjargaði frágera væl út til horna. Harvið fekk Herfølge eitt stig, og nú eru teir so smátt við at lyfta seg fram ímóti niðurflytingarstrikuni. Sunnudagin skal Herfølge til Gladsaxe at spæla ímóti AB. Zuma skoraði Todi Jónsson sat saman við 13.952 áskoðarum og hugdi at, tá AB var i Parkini. Talan var um nógv hægsta áskoðaratalið mikukvøldið. Í Herfølge vóru 1.428 áskoðarar, og í Århus vóru teir 3.807. Áskoðaratalið var væl hægri enn alla aðra staðni mikukvøldið. Tað var ikki so høgt, sum tað plagar at vera, tá Brøndby er í Parkini, men høga áskoðarataliðå boðar frá, at nú verður av álvara roknað við AB sum eitt av stóru liðunum í Danmark. FCK vann 1-0. Málið fingu teir tíggju minuttir undan leikloki. Suðurafrikanarin, Sibusiso Zuma, skoraði málið, eftir at norðmaðurin Harald Brattbakk hevði spælt hann út frá baklinjuni í høgru. Nú hevur FCK vunnið tvær ferðir upp í slag. Roy Hodgson var sjalvsagt fegin um stigini, men hann segði seg stúra eitt sindur fyri komandi dystum. Orsøkin er tann, at so nógvir verjuspælarar hjá FCK eru skaddir. Mikukvøldið noyddist Bo Svensson at taka seg av vøllinum. Sambært Roy Hodgson eru bara tríggir rættuligir verjuspælarar, sum ikki eru skaddir, eftir í hópinum. FCK venjarin helt fyri mikukvøldið, at um ein verjuspælari verður skaddur afturat, so verður neyðugt at seta ein av framrættaðu monnunum í verjuna. FCK skal í næsta umfarinum spæla í Aalborg. Hini úrslitini Viborg, sum kritsi himmalferðardag vann steypafinaluna, hevur verið væl við higartil í ár. Men teir fingu rættuliga oyruni í Brøndby maskinuna mikukvøldið. Tað var skjótt, at heimaliðið hevði skorað tvey mál, og so var alt avgjørt. Botnliðið úr Haderslev fór aftur úr Ikast við einum orduligum lúsingi. Samansetta liðið á Miðjyllandi, FCM, vann 5-1, og nú eru teir á triðja plássi. Hópin myrkari sær tað út hjá Haderslev, sum er einsamalt í botninum. Fyrrverandi liðfelagin hjá Toda Jónsson, Carsten Hemmingsen, var fyri fyrstu ferð síðani 1996 á miðvøllinum hjá OB, sum í Odense hevði vitjan av AaB. OB skoraði tvær ferðir undan steðginum, og so var greitt, at øll trý stigini fóru at verða í Odense. Dómarin hevur endaliga orðið Dómsnevndin hjá Fótbóltssambandinum staðfestir, at dómaraavgerðir í fótbóltsdystum eru endaligar, hóast talan er um feildøming Mikukvøldið bríkslaði Dómsnevndin hjá Fótbóltssambandinum landskappingardystin millum B36 og B71 av - endaligt. Dómsnevndin staðfesti, at hon hevur ikki heimild at broyta ein dóm hjá einum fótbóltsdómara. Hetta gjørdi dómsnevndin, hóast talan var um eitt dómaramistak, sum møguliga hevði ávirkan á úrsliti av einum dysti. Umstrídda hendingin fór fram í landskappingardystinum millum bestu mansliðni hjá B36 og B71. Tá støðan var 2-2, sparkaði ein spælari hjá B71 ein B36'ara inni í B71-brotsteiginum. Dómarin gav B71-spælaranum reyða kortið, men dømdi ikki brotsspark, soleiðis sum fótbóltslógin sigur, at hann skal gera. Sambært fótbóltslógini skal eitt brot sektast á tí staðnum, tað verður framt, og er hetta inn í brotsteiginum, sum tað var í dystinum millum B36 og B71, eigur dómurin at verða brotsspark. Vísti kravinum aftur B36 kærdi hesa hending til Kappingarnevndina hjá Fótbóltssambandinum, sum kom til ta niðurstøðu, at hon hevði ikki heimild til at broyta meting dómarans, og tí ikki kundi lata B36 fáa nýggjan dyst, soleiðis sum felagið kravdi at fáa. B36 var ikki nøgt við hesa avgerð, og kærdi tí dómin inn fyri Dómsnevndina hjá FSF. Her varð málið viðgjørt mikukvøldið, og Dómsnevndin staðfesti dómin hjá Kappingarnevndini. B36 vísti í kæruni á, at í Danmark var ein dystur spældur av nýggjum, tí eitt dómaramistak hevði beinleiðis ávirkan á úrslitið av einum dysti. Dómsnevndin heldur ikki, at hendingarnar í Danmark og tann í Gundadali kunnu samanberast. Dómsnevndin heldur, at sjálvt um tað er ásett í altjóða fótbólslógum, at brotsspark skal dømast í ávísum førðum, er tað avgerðin hjá dómaranum at taka støðu til slík mál. Tí metir Dómsnevndin ikki, at hon hevur heimild til at broyta dómin, og tí verður kravið frá B36 um nýggjan dyst afturvíst. Greitt mistak Eg helt, at málið var klokkuklárt, tí talan er jú greitt um eina feildøming. Men nú mugu vit bara staðfesta, at dómaraavgerðin er endalig, sjálvt um tað er ein týðandi feilur, sigur Kristian á Neystabø, formaður í B36, í viðmerking til avgerðina hjá Dómsnevndini, sum er endalig. Nú taka flestu feløgini sínar heimadystir upp á video, og tí átti tað at verða møguleiki at gjørt nakað við tað, tá talan er um eitt greiðan og dokumenteraðan feil, sum hevur stóra ávirkan á úrslitið av einum dysti, sum tað var í okkara førði. B36 átti eitt brotsspark, tá støðan var 2-2 í dystinum í móti B71, og liðið hevði tí havt ein góðan møguleika at leggja seg fram um, um brotssparkið varð dømt. Tað var tað ikki, og seinni í dystinum gjørdi B71 tvey mál og vann sostatt 4-2. Nú kunnu vit ikki gera meira enn at staðfesta, at Dómsnevndin hevur ikki heimild at rætta ein dómarafeil. Men vit ætla at viðgera dómin og kanska fara vit at viðvirka til, at tað framyvir verður gjørligt at broyta skeivar dómaraavgerðir í 1. deild, tá tað ber til at dokumentera feilin og at staðfesta, at hann hevði týdning fyri úrslitið av dystinum, sigur Kristian á Neystabø. Annars sigur Kristian á Neystabø, at eftir hansara fatan hevur dómsnevndin hjá FSF ikki arbeitt eftir røttum leisti í málinum. Tann sakkunnleiki, sum vit hava ráðført okkum við, hevur víst á, at sambært fótbóltslógunum er einki ivamál. Dómarin skal døma brotsspark í slíkum førum sambært grein 12 í fótbóltslógunum. Dómsnevndin sigur, at teir ikki kunnu broyta dómarans meting, men her er talan ikki um nakra meting. Var tað soleiðis, at orðið >>kann<< stóð ístaðin fyri >>skal<<, hevði grundgeving teirra hingið saman, men tað ger hon ikki, sigur Kristian á Neystabø. At enda leggur formaðurin í B36 áherslu á, at hetta málið einki hevur við B71 at gera. - Vit ynskja ikki, at málið verður tengt at viðurskiftunum millum feløgini bæði, tí vit hava, og fara vónandi framhaldandi at hava, eitt gott samstarv við B71. Í stuttari viðmerking til málið sigur Páll Nielsen, formaður í dómsnevndini, at dómsnevndin við hesum málinum ikki hevur givið dómaranum endaligt vald í øllum avgerðum. Vit hava bara tikið støðu til hetta konkreta málið, og her hava vit avgjørt, at dómarans avgerð er endalig, sigur Páll Nielsen. At enda vísir hann á, at um onnur mál av líknandi slag taka seg upp í framtíðini, verða hesi eisini avgjørd hvør sær, og ikki við útgangsstøði í hesum máli. Rumenar inn á Strendur StÍF hevur til komandi ár brynjað seg við trimum rumenskum leikarum. Tveimum kvinnum og einum mannfólki Tað man ikki vera nøkur loyna, at StÍF hevur havt stóra gleði av hondbóltsevnunum hjá leikandi venjaranum seinastu árini, Jónleif Sólsker. Ofta verður tikið til, at tað er ikki meira enn næstbest, tá venjarin samstundis er leikari, men hetta tykist ikki vera støðan á Strondum. Í øllum førum hevur leiðslan í felagnum gjørt av, at komandi ár skal venjarin vera spælandi hjá bæði monnum og kvinnum. Ileana var fyrst Søgan um rumensku leikararnar byrjaði eftir kappingarlok í vár. Ileana Manolescu, sum í fjør spældi við kvinnuliðinum hjá Neistanum, setti seg tá í samband við StÍF. Tingast varð nakað millum partarnar, og at enda var semja um, at Ileana komandið árið skal verða leikandi venjari hjá StÍF, umframt at hon eisini tekur sær av venjingini hjá øllum yngru kvinnuliðunum. Harumframt hevur Ileana, meðan hon var heima í summarfrí, havt samband við aðrar rumenskar leikarar, og eisini her hevur úrslit spurst burturúr. Í summar søkti StÍF Hondbóltssambandið um, at besta kvinnudeildin varð víðkað upp í átta lið. Sum kunnugt gekk hetta ikki, og formaðurin í StÍF. Andrass Danielsen, sigur eisini, at avgerðin hjá HSF er væl skiljandi. StÍF hevði tó fyrireikað seg til eina møguliga víðkan, og tí varð avtala gjørd við enn eina rumenska kvinnu, Alina Maria Olanu, um at eisini hon skal spæla við kvinnuliðnum komandi ár. Hóast HSF avgerðin gekk ímóti ynskinum frá StÍF, er henda avtala framvegis galdandi, og hevur kninnuliðið hjá StÍF sostatt tveir rumenskar leikarar komandi árið. Einki er tí at ivast í, at sum støðan er í løtuni, er liðið greiður favorittur til at vinna dystin um uppflytan til bestu deildina. Eisini hjá monnum Áðrenn Ileana fór heim í summarfrí, varð eisini heitt á hana um at kanna møguleikarnar fyri einum spælandi venjara til mansdeildina, og eisini hetta hevur eydnast henni. Komandi árið skal Costin Dumitrescu taka sær av besta mansliðnum, og eins og Ileana skal hann samstundis hava ábyrgdina av venjingini hjá øllum yngru mans- og dreingjaliðum. Leikarahópurin, sum hann hevur afturat sær, er eitt sindur broyttur í mun til undanfarna ár. John Petersen fór í ár til Íslands at spæla fótbólt, men um veturin hevur hann frí frá hesum, og so er spurningurin, um hann kortini fær spælt hondbólt við strandingum. Sveinbjørn Poulsen verður allar helst ikki at síggja aftur í fremstu hondbóltsrøðini, eftir at hann í mong ár hevur verið StÍF ein hollur stuðul, og so er eisini ivasamt, hvussu verður við hondbóltinum hjá Paula Hansen, sum framvegis dregist við ein gamlan skaða í økslini. Strandingar hava tó nógv ungt og evnaríkt fólk, og við væntaða styrkinum frá nýggja leikaranum, er einki at ivast í, at liðið eisini komandi kappingarárið fer at teljast millum tey fremstu í landinum. B36 situr við lyklinum til uppflytingina 3. deild: Um tað verður Skáli ella AB, sum endar á beinleiðis uppflytingarplássinum veldst ikki minst um, hvussu liðini fara at standa seg ímóti B36 Fótbóltsárið er av álvara farið at halla. Í yngru og lægru deildunum verður spælt um FM heitið, og í 3. deild er tað komið so mikið langt, at nú ger strikan seg galdandi. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað eru trý umfør eftir, og at nú ber ikki til longur at flyta niður í lægri deild. Síðsta vikuskifti varð ikki spælt í 1. deild. Tað hevði við sær, at teir, sum vikuskiftið frammanundan høvdu sitið á beinkinum í 1. deild, høvdu møguleika at spæla í 2. deild og í 3. deild, har næstbesta liðið er í tí deildini. Onkur feløg brúktu henda møguleikan. Men ikki øll gjørdu soleiðis, og tað skarst ikki so væl hjá øllum teimum, sum brúktu møguleikan. Úrslitini hesa ferð - allir dystirnir vóru leygardagin - høvdu við sær, at heilt nógv bendir á, at tað verður Skáli ella AB, sum fer at vinna beinleiðis uppflytingarplássið, meðan hitt liðið fer at spæla í endaumfari ímóti tí næstaftasta í 2. deild. Um tað verður AB ella Skáli, sum vinnur rættin til beinleiðis uppflyting, veldst um úrslitini tríggjar tær seinastu ferðirnar. Skáli skal sunnudagin spæla á heimavølli ímóti B68, so skulu teir í Gundadal ímóti B36, og í síðsta umfarinum fáa teir vitjan av TB. AB fær sunnudagin vitjan av ÍF, so skulu teir á Svangaskarð, og í síðsta umfarinum fáa teir vitjan av B36. Tað vil við øðrum orðum siga, at bæði oddaliðini skulu spæla ímóti B36. Havnarmenninir eru á triðja plássi. Teir hava framvegis møguleika at gera av sjálvir, um teir skulu enda ovast og harvið vinna gull krónurnar, og tað vil aftur siga, at teirra leiklutir er stórur í, hvør skal flyta beinleiðis upp. FS Vágar-KÍ Klaksvíkingar kundu rættuliga havt lyft sær úr botninum, um teir vunnu. Men teir møttu við ikki serliga sannførandi liði. FS Vágar var nógv betur, teir vunnu stórt, og harvið er næstan greitt, at teir eisini komandi ár fara at eiga pláss í 3. deild. Stuttligt er tað at staðfesta, at millum málskjúttarnar var Torkil Nielsen. Í komandi viku verður tíggju ára dagurin fyri minniliga sigrinum á Eysturríki í Landskrona og fyri málinum, sum Torkil Nielsen skoraði og sum fór um allan heimin. Kenslan at skora ímóti 3. deild hjá KÍ og Andreasi Johannesen í KÍ málinum hevur neyvan verið tann sama hjá Torkili, sum hon var fyri tíggju árum síðani, og rómurin kring vøllin var leygardagin heldur ikki tann sami, men málið var týdningarmikið fyri eykaliðið hjá FSV. 4. deildarliðið hjá KÍ er komið í endaspælið. Um tað skuldi komið soleiðis fyri, at 3. deildarliðið flytir niður, so hava teir møguleika at spæla 4. deildarliðið upp - um tað er nakað gott hugskot. KÍ hevur undanfarnu árini megnað at hildið málskjótingina hjá mótstøðumonnunum niðanfyri eitt hundrað í teimum átjan dystunum. Hesa ferð eydnaðist tað ikki. Nú eru 104 mál farin ígjøgnum. B68-ÍF Felags fyri bæði liðini er, at tey plaga at vera í ovara enda, og at tey í ár bara hava verið ein skuggi av tí, sum tey ofta hava verið undanfarin ár. Fótbóltsupplivilsið á Svangaskarði var so sum so. Tað var lítil munur á liðunum, sjálvt um Jan Petersen, sum var leikbannaður, tá besta liðið hjá B68 næstseinasta vikuskifti smurdi KÍ av, var á miðvøllinum . Fuglfirðingar tykjast hava fingið betri tak á tí, nú fleiri veteranar eru aftur á liðnum. Aksel Højgaard legði heimaliðið framum, tá eitt korter var farið. Eftir skjótt álop stútaði hann innlegg úr høgru í kassan. Eitt lítið korter var farið av 2. hálvleiki, tá Árni Petersen javnaði fyri ÍF. Við handara stólpan stútaði hann frísparksinnlegg úr vinstru frá Ken Bærendsen í kassan aftanfyri Kjartan Nesá. Allan Joensen, sum í fjør var málverji hjá B68 - viðhvørt í 1. og viðhvørt í 3. deild - vardi málið hjá ÍF á Svangaskarði. Hjá B68 var tað merkisvert, at faðir og sonur vóru á sama liði. Aksel Højgaard, málskjúttin hjá B68, var inni alla tíðina, og sonur hansara, Jóhan Dávur Højgaard, spældi teir síðstu átjan minuttirnar. Bæði hjá B68 og ÍF var talan um fyrsta javnleikin í ár. B36-VB Sambært skipanini átti dysturin at verið spældur í Gundadali. Men B36 var í Vági eftir tí eina stiginum. Tað komst av, at B36 ikki megnaði at manna lið, tá teir í 9. umfarinum skuldu havt verið í Vági. Reglarnir siga, at um eitt lið ikki møtir á heimavølli, so missir felagið heimavøllin. Hjá VB vóru Eyðun Kjærbo, Kári í Lágabø og Petur Óli Samuelsen, sum allir høvdu sitið á beinkinum allar 90 minuttirnar í toppdystinum í 1. deild ímóti HB, á liðnum. Kortini var tað B36, sum kom á odda, tá Vinjard Guttesen fekk bóltin í málið. Petur Olaf í Lágabø (við brotssparki) og Hans Jákup Hjelm fingu tó lagt heimaliðið fram um aftur, áðrenn farið varð til hálvleiks. Í seinna hálvleiki leikaði leingi javnt á, og kanska hevði B36 yvirvág í spæli. Tað eydnaðist teimum eisini at koma upp á javnt, við einum máli, sum Tummas Eli Hansen skeyt. Móti dystarenda hevði Tummas Eli ein risa møguleika at avgera dystin, men javnleikur gjørdist so endaliga støðan. Bæði hjá B36 og VB var talan um fyrsta javnleikin á árinum. TB-AB Eingin ivi var um, at heimaliðið ikki ætlar sær nakran veg, meðan gestirnir hava uppflyting til 2. deild sum ikki veruleikafjart mál. AB var nógv betri fyri, teir vóru skjótari, teir vóru kropssterkari, og teir orkaðu væl betur. Í eini handavend, tá eitt lítið korter var farið, kom AB framum við tveimum málum. Svend Poulsen staðfesti fyrst sína støðu sum toppskjútti, og so stútaði Benny Poulsen í málið. TB hevði so at siga ongar atsóknir. Stutt undan steðginum varð ein langur bóltur skotin fram. Gunnleifur Rasmussen í AB málinum hálvbjargaði í fyrstu atløgu, men Jóhannes Johannesen var fyrstur á returinum. Eftir eitt korter av 2. hálvleiki endaði AB uppspæl í høgru við innleggi til handara stólpan. Har smekkaði vongverjin í vinstru, Sigurð Justinussen, til, og bólturin small í nærra stólpan, áðrenn hann fór í málið. Eyðun Dalsgarð, sum var komin á vøllin, tá eitt korter var farið av seinna umfarinum, staðfesti argjasigurin. TB misti í uppspælinum, rangstøðufellan miseydnaðist, og so var mál. B71-Skáli 3-5 Tað gekk leingi javnt á, men tá gestirnir í 2. hálvleiki komu framum 3-2, skrædnaði hjá sandoyingum, sum ikki megnaðu at svara aftur fyrrenn fram ímóti dystarenda, tá Alex Nielsen, sum ikki spældi við, tá besta B71 liðið stóð seg so væl í Gundadali, pyntaði um. Spælandi venjarin hjá skálamonnum, Kaysten Rasmussen, var eyðsýndur. Fyrst gjørdi hann nýtslu av brotssparkið, sum var dømt fyri hands, og so sneiddi hann fleiri av og skoraði hjá Henriki Juul úr meiri enn 20 metrum. Ib Morh Olsen hevði frammanundan seinna málinum javnað til 1-1, tá hann eftir hornasparksinnlegg frá Torbirni Jensen fekk síðsta fótin á. Ein annar B71 veteranur, Páll á Reynatúgvu, javnaði til 2-2 upp á brotsspark, sum varð dømt fyri harðligt spæl. Í 2. hálvleiki komu trý mál, og var tað Skáli, sum fekk hesi tilskrivað. Okkum hevur tíverri ikki eydnast at fingið uppspurt, hvør skeyt tey trý seinastu málini hjá Skála. Máltindurin á hesum síðum eigur tí at verða tikin við fyrivarni hesu ferð. Úrslit FS Vágar-KÍ 8-0 (4-0) 1-0: Petur Niclassen 21. 2-0: Magnus Simonsen 27. 3-0: Torkil Nielsen 42. 4-0: Magnus Simonsen 44. 5-0: Petur Niclasen 49. 6-0: Magnus Simonsen 69. 7-0: Magnus Simonsen 72. 8-0: Petur Niclasen 76. B68-ÍF 1-1 (1-0) 1-0: Aksel Højgaard 16. 1-1: Árni Petersen 57. B36-VB 2-2 (2-1) spældur í Vági 0-1: Vinjard Guttesen 1-1: Petur Olaf í Lágabø br 2-1: Hans Jákup Hjelm 2-2: Tummas Eli Hansen TB-AB 1-4 (1-2) 0-1: Svend Poulsen 11. 0-2: Benny Poulsen 12. 1-2: Jóhannes Johannesen 42. 1-3: Sigurð Justinussen 59. 1-4: Eyðun Dalsgarð 89. B71-Skáli 3-5 (1-2) 0-1: Kaysten Rasmussen br 1-1: Ib Mohr Olsen 1-2: Kaysten Rasmussen 2-2: Páll á Reynatúgvu br 2-3: Ikki upplýst 2-4: Ikki upplýst 2-5: Ikki upplýst 16, umfar verður 10. september VB-FS Vágar Skáli-B68 KÍ-B36 B71-TB AB-ÍF Góðifossur kemur mánadagin Risa farmaskipið, Góðifossur, sum Eimskip eigur, kemur mándagin fyrstu ferð á Havnina. Góðifossur skal sigla í fastari rutu upp á Havnina Stóru farmaskipini hjá Eimskip, ið plaga at vera vanlig sjón á Havnini, eru vorðin ov lítil. Tí hevur Eimskip útvegað sær Góðafoss, sum er eitt risa farmaskip, at sigla millum Ísland, Føroyar og Europeiska meginlandið. Góðifossur kemur fyrstu ferð á Havnina mánamorgunin klokkan 11. Umsorgan heldur enn tøkni Felagsskapurin hjá norðurlendskum sjúkrasystrum hevði ráðsfund og ráðstevnu á Hotel Føroyum um dagarnar. Tosað varð um tøkni í arbeiðinum. Men tað er umsorgan heldur enn tøkni, sjúklingarnir hava brúk fyri, segði fyrilestrahaldari Á ráðstevnu, sum norðurlendskar sjúkrasystrar í gjár og fyrradagin hildu á Hotel Føroym, varð tosað um, hvussu tøknin kann nýtast í arbeiðinum. Fyrrverandi krabbameinssjúklingur, sum helt fyrilestur, helt at tað, sum sjúklingurin hevur brúk fyri, er umsorgan heldur enn tøknifrøði. Á ráðstevnu hjá norðurlendskum sjúkrasystrum, sum hildin varð í gjár og fyrradagin á Hotel Føroyum, var ein av fyrilestrahaldarunum ein fyrrverandi danskur krabbameinssjúklingurin, Erik Rasmussen, sum er ábyrgdarlaðstjóri á danska tíðarritinum >>Mandag Morgen<<. Hann segði frá egnum royndum sum krabbameinssjúklingur. Tað er í lagi at hava nógva og góða tøkni at lætta um arbeiðið. Men tað, sum sjúklingarnir allarmest hava fyri neyðini, er umsorgan. Eitt nú sálafrøðingar og at starvsfólkið annars hevur tíð og umstøður at taka sær av teimum. Joan Ziskason, formaður í Føroya Sjúkrasystrafelag, sigur, at ráðstevnan var liður í fundar- og skeiðætlan, sum norðurlendsku feløgini regluliga hava. Tað eru feløg úr øllum Norðanlondum, sum limir eru í felagsskapinum. Á ráðstevnuni í Føroyum vóru 75 luttakarar, sigur Joan Ziskason. Talan var samstundis um stýrisfund, og tað vóru nevndarlimir í norðurlendsku feløgunum, sum vóru savnað á Hotel Føroyum. Hetta var fyrstu ferð, slík stevna varð hildin í Føroyum. Føroya sjúkrasystrafelag gjørdist limur í norðurlendska samtakinum 1. januar 1998. Ráðstevnurnar og stýrisfundirnir ganga upp á skift landanna millum. Á hesi ráðstevnuni hevur verið tosað um, hvussu tøknin skal takst í brúk og nýtast í sjúkrarøktini. So í grundini kom fyrilesturin hjá Eriki Rasmussen at standa beint tvørtur í móti tí, annars varð tosað um, sigur Joan Ziskason. Hon greiðir frá, at í Svøríki verður nýggj roynd við tøkni í sjúkrarøktini gjørd. Har verður tað soleiðis, at ein sjúkrasystur situr á eini vaktarstovu, meðan sjúklingurin so hevur samband við vaktarstovuna yvir teldu ella sjónvarp. Einasta, sjúklinginum tørvar er ein fjarstýring, har samband kann fáast við vaktarstovuna og tosast kann við sjúkrasystrina, sum sjúklingurin samstundis sær. Jú, tað er í andsøgn við tað, Erik Rasmussen, fyrrverandi krabbameinssjúklingur segði um umsorgan, heldur Joan Ziskason. Annars hava sjúkrasystrarnar tosað um gongdina, sum nú er við væntandi manning á økinum. Serliga í Noreg mangla sjúkrasystrar. Tað ger, at farið verður víða at leita. Seinasta er, at roynt verður at fáa arbeiðsmegi úr Italia og av Filipsoyggjunum. Men tað dámar sjúkrasystrunum ikki. Mentanar- og málmunirnir verða alt ov stórir, so mett verður, at tað fer als ikki at bera til. Skúlin á Velbastað tikin í nýtslu Leygardagin 16. september verður samkoma á Velbastað í samband við, at nýggi skúlin alment verður tikin í nýtslu Nýggi skúlin á Velbastað verður alment tikin í nýtslu á samkomu, sum verður hildin i skúlanum leygardagin 16. september klokkan 11. Anfinn Brekkstein, bygdarráðsformaður í Kirkjubøar Kommunu, sigur, at hátíðarhald verður fyri bæði innbodnum uttanefir og øllum sóknarfólkinum. Skúlin fer at virka sum bæði skúli og samkomuhús. Samkomuhús er á Velbastað. Tað er ungmannafelaghúsið Sólarmagn. Men har er so trongligt, at mett varð rætt at hava eina samkomuhøll í skúlanum eisini, sigur Anfinn Brekkstein, bygdarráðsformaður. Til samkomuna, sum verður hildin komandi leygardag, eru umboð fyri grannakommununa, Tórshavnar Kommunu, boðin við. Umframt løgmann, mentamálaráðharran, fíggjastovnar, pressu og onnur. Og so sjálvandi alt sóknarfólkið í Kirkjubøar Kommunu, sum Velbastað eisini hoyrir til. Eisini fer prestur at siga nøkur orð, sigur bygdarráðsformaðurin. Boðið verður ábit, umframt at eisini okkurt annað forkunnugt verður á skránni. Veðrið Stormlágtrýstið eystan fyri Ísland hvørvur í landnyrðing. Lágtrýstið millum Íslands og Noreg fer í landnyrðing og ein hátrýstryggur yvir Grønlandsfjørðinum verður væntandi yvir Føroyum sunnudagin. Veðrið í dag: Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi og sólglottar, men eisini okkurt ælið. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið sunnudagin: Hann minkar vindin niður í lot av ymsum ættum, yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið mánadagin: Lot til andøvsgul av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið týsdagin og mikudagin: Hann veksur vindin upp í hvassan vind av landsynningi og sum frálíður regn, serliga mikudagin. Hitin millum 8 og 12 stig. Í gjár: Stormlágtrýstið eystan fyri Ísland hvørvur í landnyrðing. Í dag: Lágtrýstið millum Íslands og Noreg fer í landnyrðing og ein hátrýstryggur yvir Grønlandsfjørðinum verður væntandi yvir Føroyum sunnudagin. Grundlógin skal kunna brúkast Grundlógarnevndin heldur, at ein føroysk grundlóg eigur at gerast soleiðis, at hon er nakað fólk kunnu vísa til. Talan skal ikki vera um eitt pappír á vegginum John Johannessen Ein føroysk grundlóg skal kunna brúkast í gerandisdegnum. Hon skal ikki bert vera ein lóg í eini glasmontru, eins og til dømis danska grundlógin. Hetta er grundlógarnevndin, sum í løtuni leggur lunnar undir føroyska grundlóg, samd um. Rúni Joensen, sum er formaður í tí arbeiðsbólkinum, sum hevur viðgjørt virknið hjá einari komandi føroyskari grundlóg, sigur tað vera umráðandi at gera sær greitt, um grundlógin er nakað vit ynskja at brúka í gerandisdegnum ella ikki. Okkara niðurstøða í nevndini er, at ein føroysk grundlóg skal vera til at brúka, staðfestir Rúni Joensen. Fólkið eigur valdið At gera eina føroyska grundlóg, sum skal virka í gerandisdegnum hjá einstaka føroyinginum, bæði høgum og lágum, setir krøv til grundlógarnevndina. Tað er fólkið, ið skal seta karmarnar, tí evsta valdið skal liggja hjá fólkinum, sigur Rúni Joensen. Tí er tað, at grundlógarnevndin leggur so stóran dent á at kunna um arbeiðið í nevndini. Fólkið skal vita hvat gongur fyri seg og takast upp á ráð. Rúni Joensen vísir á, at vanligi føroyingurin sjálvdan hugsar um stýrisskipanarlógina og donsku grundlógina, sum eisini er okkara grundlóg, í gerandisdegnum. Orsøkina heldur hann vera, at fólkið ikki hevur verið við til at gjørt hesar lógir og tískil heldur ongar kenslur hevur fyri teimum. Í 1957 skuldu føroyingar atkvøða um nakrar broytingar í donsku grundlógini. Men fá vóru á vali. Hetta er uttan iva tí, at talan var um eina lóg, ið var fremmand fyri fólkinum, sigur Rúni Joensen. Grundlógin í lummanum Í USA er heilt vanligt, at fólk vísa til grundlógina, tá tey kenna seg vera órættvíst viðfarin. Harafturímóti kemur slíkt nærum ikki fyri í Føroyum og Danmark. Orsøkina til hetta heldur Rúni Joensen vera, at fólkið ikki er tikið við upp á ráð, tá danska grundlógin varð gjørd. Men føroyska fólkið skal komandi mánaðirnar takast væl og virðiliga upp á ráð í sambandi við arbeiðið at gera føroyska grundlóg. Og úrslitið av hesum vónar grundlógarnevndin verður, at føroyska grundlógin verður nakað, fólk hava eina kenslu fyri og brúka. Samráðast í Keypmannahavn Hóast landsstýrið ætlaði komandi samráðingarnar um ríkisrættarligu støðuna at vera í Føroyum, er nú endaliga avgjørt, at fundurin verður í Keypmannahavn 26. oktober John Johannessen Løgmaður og fylgi noyðast enn einaferð til Danmarkar í forsætismálaráðið at samráðast um fullveldisætlanina á útivølli. Hetta er greitt eftir at løgmaður 5. september sendi danska forsætisráðharranum bræv, har hann staðfestir, at samráðingarnar verða í Danmark sum avtalað í telefonsamrøðu frammanundan. Á seinasta samráðingarfundinum, sum var tann triðji í røðini, samdust partarnir annars um, at fjóðri samráðingarfundurin skuldi haldast í Føroyum. Seinni komu so boð frá forsætisráðharranum til løgmans um, at best var at halda fundin í oktober, tí ikki bar til at savna donsku lyklaráðharrarnar fyrr enn eftir fólkaatkvøðuna um evruna. Kunnu kortini ikki savnast Donsku lyklaráðharrarnir í fullveldissamráðingunum kundu kortini heldur ikki savnast til at koma til Føroya í oktober. Tí hevur danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, gjøgnum telefon boðað løgmanni frá, at tað liggur best fyri at halda samráðingarfundin í Keypmannahavn 26. oktober. Hesum tekur løgmaður undir við, men í brævinum til forsætisráðharran vísir hann á sína ónøgd um hesa avgerð. Løgmaður sigur seg undrast yvir, at hann er noyddur at staðfesta, at tað ikki ber til hjá forsætisráðharranum at halda lyftið um, at samráðingarnar skuldu fara fram í Føroyum. Skulu hava úrslit Løgmaður ætlar sær at samráðingarfundurin í oktober skal geva endaligt úrslit á trimum økjum. Samráðst skal liðugt um ríkisborgararætt og borgararættindi, gjaldoyrasamstarv og umsitingarligt samstarv. Fyri at náa hesum máli skjýtur løgmaður upp, at spurningurin um skiftistíð ikki kemur á dagsskránna. Løgmaður vísir á, at tá landsstýrið kann staðfesta, at stjórnin ikki vil samráðast um eina hóskandi skiftistíð hóast avtaluna frá juni 1998, ætlar landsstýrið sær frameftir at arbeiða sjálvstøðugt við hesum máli. Skulu hava ávegis samráðingar Áðrenn samráðingarfundin 26.oktober er ætlanin, at danskir ráðharrar og føroyskir landsstýrismenn skulu møtast til at samráðast um ávísar spurningar í ríkisrættarligu samráðingunum. Løgmaður skjýtur upp, at Frank Jensen, løgmálaráðharri, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, hittast at samráðast um borgararættindi og ríkisborgararætt. Marianne Jelved, búskaparráðharri, og Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skulu eftir evruvalið hittast at samráðast um gjaldoyrasamstav. Løgmaður vónar, at hetta fer at gera samráðingarnar 26. oktober munandi lættari. Tivoli í dagstovninum Dagstovunrin á Oyri hevur10 ár á baki, og í tí sambandi verður skipað fyri ymsum tiltøkum komandi vikuskifti Oyri: Tað eru tíggju ár liðin, síðan dagstovunurin á Oyri lat upp. Skipað verður í tí sambandi fyri ymsum tiltøkum á stovninum sunnudagin tann 17. september klokkan 15 til 18. Saman við foreldrunum hava starvsfólkini á dagstovninum á Oyri skipað fyri, at tíggjuáradagurin verður hildin sum eitt slag av tivoli. Ymisk tiltøk eru fyriskipað inni á sjálvum stovninum, eins og okkurt verður uttanfyri. Lis Gregersen, sum arbeiðir á stovninum sigur, at tey til dømis hava leigað eina hoppiborg, sum tykist vera rættiliga væl umtókt millum børnini. So eru ymisk onnur tiltøk, sum vanliga eru á slíkum tiltøkum, skipað verða fyri ymsastaðni. Tiltøkini, skipað verður fyri í dagstovninum á Oyri eru almenn og øll ókeypis. Umframt undirhald verður eisini møguleiki fyri at fá okkurt leskandi, sum starvsfólk og foreldur eisini standa fyri. Eisini fer eitt orkestur frá musikskúlanum Norðljómi at spæla. Norðljómur er musikskúli fyri næmingar úr Sundalagnum og av Eiði. Tað ganga 40 børn á dagstovninum á Oyri. Í barnagarðinum eru 26, meðan 14 børn eru í vøggustovuni. Vøggustovan varð fyrr í ár bygd út. Undan útbyggingini vóru 30 pláss á stovninum. Børnini á stovninum eru í aldrinum frá 0 til 7 ár. Tá børnini eru komin til skúlaaldur, fara tey úr barnagarðinum, og eingi onnur ansingartilboð eru í Sunda Kommunu enn dagstovnurin á Oyri. Legði stilt at kryvja Boðasteinur, sum fiskar polska kvotu undir Svalbard undir navninum Patricia 9, hevði rokfiskiskap í seinastu viku Tað hevur gingið væl hjá Patriciu 9, sum er Boðasteinur, síðan skipið fór undir Svaldbard at fiska av polskari kvotu, sum reiðaríið hevur keypt. Sigurd Simonsen, reiðari á Boðasteini sigur, at reiðaríið hevur keypt 400 tons av samlaðu polsku kvotuni við Svalbard, sum er 1.200 tons í rundum. Arbeitt verður við at fáa 400 tons aftrat, sigur reiðarin. Treytin er, at tveir polakkar, flaggskiparin og ein maskinmaður koma umborð aftrat teimum 13 monnunum, sum vanliga eru við Boðasteini. Í næstseinastu viku avreiddi Patricia 9 góð 80 tons av ísfiski á Båtsfirði í Norðurnoreg. Prísurin var hampiligur. Einar 14-15 krónur í meðal, sigur reiðarin. Mánakvøldið hálaðu teir fyrstu ferð á øðrum túrinum, og hóskvøldið høvdu teir 120 tons inni. Fiskiskapurin var so góður, at tað gekk ikki undan við reingerðini. Teir noyddust at leggja stilt at kryvja. Tað er bara toskur, teir fáa, sigur reiðarin. Hetta er níggjunda árið, føroysk skip fiska polska kvotu undir Svalbard. Tað er soleiðis, at teir hava bara loyvi at fiska á Svalbardøkinum. Boðasteinur plagar annars at vera á búrfiskaveiðu um heystarnar. Vanliga verður búrfiskurin fiskaður um heystið og í januar-februar, sigur reiðarin. Men í heyst hava teir so valt at fara til Svalbard at fiska tosk ístaðin. Boðasteinur hevur gjørt tað hampiliga gott á búrfiskaveiðini. Eisini gav blálongan eit sindur, sigur reiðarin. Væntandi fara teir aftur á búrfiskaveiðu eftir nýggjar. Tá verður manningin aftur tann vanliga. 13 mans. Grava vegin upp Vegurin heim gjøgnum bygdina í Sandavági verður grivin upp og lagdur av nýggjum sum liður í fríðkanini av bygdini Sandavágur: Í Sandavági hevur nógv verið gjørt við at fríðka um bygdina seinnu tíðina. Arbeiðið er komið væl ávegis. Sandavágur varð í 1997 kosin best hildna bygd í Føroyum. Og síðan hevur nógv verið gjørt fyri at fríðka enn meira um bygdina. Øll kloakkveitingin er savnað í eina stóra høvuðskloakk. Somuleiðis er vatnveitingin løgd av nýggjum. Hetta krevur nógvan grevstur. Og tá liðugt er, skal alt leggjast aftur, sum rímiligt er. Sandavágs Kommuna hevur so valt at leggja flísar eftir gongubreytunum í parti av bygdini, eins og nýggj gøtuljós eru sett upp fram við vegnum. Sum arbeiðinum líður, verður eisini komið hagar til, at vegurin skal asfalterast. Men her møtti ein óvæntað útreiðsla kommunukassanum. Gamli vegurin heim gjøgnum bygdina vísti seg at vera lagdur beinleiðis niður á mold. Einki var grivið ella steinsett, tá hann varð lagdur av fyrstan tíð. Við tíðini eru fleiri løg av asfalti løgd oman á vegin so við og við. Og hesi asfaltløgini hava so at siga hildið vegnum saman. Nú er, sum skrivað stendur, einki petti skilagott at byggja uttan á fastan botn. Og tað fingu sandavágsfólk eisini at kenna. Sum ferðslan øktist og tyngdist fór eisini at merkjast í grannalagnum, at undirlendið var ikki nóg trygt. Fóru stór og tung akfør eftir vegnum, risti og skalv alt í námind. Húsini góvu seg sum av jarðskjálvta, og tað hendi seg eisini, at flísar og annað slíkt tilfar klovnaði. Nú asfalterast skuldi av nýggjum, skuldi gamalt asfalt takast oman av, áðrenn nýtt lag varð lagt. Komið varð sjálvandi eftir, at tað fór ikki at bera til. Vegurin fór stutt sagt ikki at halda. Tí varð valt at grava allan vegin upp og fylla grót undir aftur. Hetta arbeiðið er ikki við í upprunaligu kostnaðarmetingini hjá kommununi. Hetta fer helst at kosta Sandavágs Kommunu einar 300.000,- krónur eyka, verður mett av kommunuskrivstovuni í Sandavági. Men hildið varð neyðugt at gera hetta, sum nú verður gjørt. Arbeiðið gongur væl, verður sagt av kommunuskrivstovuni, og væntandi verður tað liðugt um einar fjúrtan dagar ella so. Sandavágs Kommuna arbeiðir við eini útstykkingarætlan norðuri í Niðaru Sørpum, teir kalla. Tað er økið norðan fyri viðalundina oman móti ánni. Pláss verður fyri 22 grundstykkjum í hesi útstykkingini. Sagt verður, at áhugi er fyri hesi útstykkingini, og at onkur hevur biðið um grundstykki, meðan fleiri hava spurt seg fyri. Ætlanin er ikki rættiliga klár enn, tí eigaraviðurskiftini ikki eru komin heilt upp á pláss. Men loyvi er fingið frá landsmyndugleikunum til útstykkingina, verður sagt av skrivstovuni hjá Sandavágs Kommunu. Grava vegin upp Vegurin heim gjøgnum bygdina í Sandavági verður grivin upp og lagdur av nýggjum sum liður í fríðkanini av bygdini Sandavágur: Í Sandavági hevur nógv verið gjørt við at fríðka um bygdina seinnu tíðina. Arbeiðið er komið væl ávegis. Sandavágur varð í 1997 kosin best hildna bygd í Føroyum. Og síðan hevur nógv verið gjørt fyri at fríðka enn meira um bygdina. Øll kloakkveitingin er savnað í eina stóra høvuðskloakk. Somuleiðis er vatnveitingin løgd av nýggjum. Hetta krevur nógvan grevstur. Og tá liðugt er, skal alt leggjast aftur, sum rímiligt er. Sandavágs Kommuna hevur so valt at leggja flísar eftir gongubreytunum í parti av bygdini, eins og nýggj gøtuljós eru sett upp fram við vegnum. Sum arbeiðinum líður, verður eisini komið hagar til, at vegurin skal asfalterast. Men her møtti ein óvæntað útreiðsla kommunukassanum. Gamli vegurin heim gjøgnum bygdina vísti seg at vera lagdur beinleiðis niður á mold. Einki var grivið ella steinsett, tá hann varð lagdur av fyrstan tíð. Við tíðini eru fleiri løg av asfalti løgd oman á vegin so við og við. Og hesi asfaltløgini hava so at siga hildið vegnum saman. Nú er, sum skrivað stendur, einki petti skilagott at byggja uttan á fastan botn. Og tað fingu sandavágsfólk eisini at kenna. Sum ferðslan øktist og tyngdist fór eisini at merkjast í grannalagnum, at undirlendið var ikki nóg trygt. Fóru stór og tung akfør eftir vegnum, risti og skalv alt í námind. Húsini góvu seg sum av jarðskjálvta, og tað hendi seg eisini, at flísar og annað slíkt tilfar klovnaði. Nú asfalterast skuldi av nýggjum, skuldi gamalt asfalt takast oman av, áðrenn nýtt lag varð lagt. Komið varð sjálvandi eftir, at tað fór ikki at bera til. Vegurin fór stutt sagt ikki at halda. Tí varð valt at grava allan vegin upp og fylla grót undir aftur. Hetta arbeiðið er ikki við í upprunaligu kostnaðarmetingini hjá kommununi. Hetta fer helst at kosta Sandavágs Kommunu einar 300.000,- krónur eyka, verður mett av kommunuskrivstovuni í Sandavági. Men hildið varð neyðugt at gera hetta, sum nú verður gjørt. Arbeiðið gongur væl, verður sagt av kommunuskrivstovuni, og væntandi verður tað liðugt um einar fjúrtan dagar ella so. Sandavágs Kommuna arbeiðir við eini útstykkingarætlan norðuri í Niðaru Sørpum, teir kalla. Tað er økið norðan fyri viðalundina oman móti ánni. Pláss verður fyri 22 grundstykkjum í hesi útstykkingini. Sagt verður, at áhugi er fyri hesi útstykkingini, og at onkur hevur biðið um grundstykki, meðan fleiri hava spurt seg fyri. Ætlanin er ikki rættiliga klár enn, tí eigaraviðurskiftini ikki eru komin heilt upp á pláss. Men loyvi er fingið frá landsmyndugleikunum til útstykkingina, verður sagt av skrivstovuni hjá Sandavágs Kommunu. Ferðavinnumessa í Reykjavík Útnorður ferðavinnumessan Vestnorden Travel Mart verður í næstu viku hildin í Reykjavík. Føroyska ferðavinnan fer at luttaka Árliga ferðavinnumessan í Útnorði verður í ár hildin í Reykjavík. Messan verður í døgunum13. til 15. september. Vestnorden Travel Mart, sum er samstarv millum Grønland, Ísland og Føroyar, verður hildin á hvørjum ári. Annaðhvørt ár í Íslandi og annaðhvørt á upp á skift í Føroyum og Grønlandi. Í fjør var messan í Føroyum, og næsta ár eigur hon so at verða í Grønlandi. Føroyska ferðavinnan verður væl umboðað á messuni í ár. Ferðamannastovur, flutningsfeløg, gistingarhús, kunningarstovur og feløg, sum skipa fyri útferðum í Føroyum fara at luttaka. Ferðalagið fer úr Føroyum við Atlantsflog týskvøldið, og komið verður aftur leygardagin í næstu viku. Barnaverndin fingið sálarfrøðing Barnaverndin hjá Tórshavnar Kommunu hevur fingið sálarfrøðing at taka sær av barnaverndarmálum hjá kommununi. Sálarfrøðingurin fer at arbeiða hálva tíð fyri barnaverndina og hálva tíð hjá umsitingini Tórshavn: Tann 1. januar komandi ár tekur Sigrun Samuelsen, sálarfrøðingur við starvi sum sálarfrøðingur hjá barnaverndini og umsitingini hjá Tórshavnar Kommunu. Hon skal arbeiða hálva tíð á hvørjum staðnum. Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd Tórshavnar Býráðs, sigur, at mett varð, at tørvurin á einum sálarfrøðingi var so stórur, at rætt var at seta ein í starv. Tað kann bæði vera tekin um, at tungu málini økjast í tali, men eisini ein ábending á, at barnaverndarnevndin er vakin og tekur arbeiðið í álvara. Ikki so at skilja, at undanfarnar nevndir ikki hava gjørt tað, men tað tykist, sum slík mál, sum hoyra barnaverndini til, gerast alt fleiri. Ella bara sjónligari, sigur Elin Lindenskov. Hon sigur, at tað gerst alt meira vanligt, at fólk, bæði børn og vaksin, verða meira opin, tá talan er um mál sum eitt nú insest og harðskap. Eisini stovnar og feløg eru farin at vera meira vakin og fylgja við, hvussu tað einstaka barnið hvur tað og ber seg at. Sálarfrøðingurin, sum nú er settur í starv, fer at verða við í teimum málsviðgerðum, barnaverndin hevur, umframt eisini at gera uppsøkjandi arbeiði, har tað til einahvørja tíð tykist neyðugt. Umframt at arbeiða beinleiðis fyri barnaverndina skal sálarfrøðingurin eisini arbeiða hálva tíð fyri fyrisitingina hjá býráðnum. Fyrisitingin hevur eisini brúk fyri vegleiðing. Tað hevur verið so, sigur Elin Lindenskov, at býráðið hevur keypt sær hesa tænastuna frammanundan. Tað er í lagi at brúka konsulentar, men tá ein hevur egna arbeiðsmegi, sum ein kann brúka 100 prosent, verður tað uttan iva lagaligari at arbeiða. Eisini hevur Tórshavnar Kommuna sett ein samskipara at taka sær av barna- og familjumálum. Tað er Katrin Petersen, sum fyrr hevur verið leiðari á dagstovninum í Hoyvík. Dagrøktarpápi í Hósvík Eftir at hava verið sjómaður og radiomekanikari reiðiliga hálvan mansaldur, er fyrrverandi ísfiskaskiparin farin at passa børn Hósvík: Fyrsta september byrjaði Hans Jørgen Christensen í nýggjum starvi sum dagrøktarpápi hjá Hósvíkar Kommunu. Eftir at hava verið eini 37 ár á sjónum, er tað ein rímiliga stór broyting, viðgongur hann. Dagrøktarbørnini í Hósvík eru samlað í bygdarhúsinum fyrrapartin mikudagin. Tey eru rímiliga nógv í tali, og nakrar dagrøktarmammur eru við teimum. Og ein pápi. Hin 55 ára gamli Hans Jørgen Christensen er júst byrjaður sum dagrøktarpápi í Hósvík, og tað er væl dámt, verður látið at. Bæði av foreldrum, og ikki minst av børnunum. Hans Jørgen spælir við tey smáu á gólvinum. Tey hava byggiklossur og aðrar leikur. Og so mitt í øllum er ein drongur, sum vil ríða, og sjálvandi er Hans Jørgen hestur. Soleiðis. Júst sum tað gongur fyri seg heima. Hans Jørgen Christensen er dani, sum er giftur føroyskari konu. Tey búgva í Hósvík. Hann er útbúgvin radiomekanikari og skipari. Í umleið 20 ár var hann í donsku sjóverjuni, og seinni hevur hann verið næstan líka leingi við føroyskum ísfiskatrolarum. Hann hevur verið bæði stýrimaður og skipari, greiðir hann frá. Hans Jørgen greiðir frá, at hann hevði verið sjúkrameldaður, eina tíð, áðrenn hann gjørdist dagrøktari. Hevði verið gjøgnum eina størri skurðviðgerð. Konan, Gunnleyg, arbeiðir sum dagrøktarmamma, og tá søkt varð eftir dagrøkt herfyri, søkti hann hetta starvið og fekk tað. So nú hava tey tíggju dagrøktarbørn í húsinum, hann og Gunnleyg. Og tað sær út til at rigga væl. Og Gunnleyg er eisini væl nøgd við skipanina. Nú er maðurin heima alla tíðina. Ikki sum tá hann var við ísfiskatrolarunum. Nei, tað er ikki tað sama. Kristina Nybo er leiðari á kommunalu dagrøktini í Hósvík. Hon sigur, at hjá henni var eingin ivi, tá Hans Jørgen søkti starv. Hann varð settur beinanveg. Hon veit ikki um, at nakar annar maður er í slíkum starvi aðrastaðni. Í Hósvík eru í løtuni 35 børn í aldrinum eitt til níggju ár í kommunalari dagrøkt. Men pláss er annars fyri 40 børnum, sigur Kristina Nybo. Knapt 20 umsóknir um rækjur Tað eru knapt 20 umsóknir komnar til fiskimálaráðharran um at sleppa at fiska rækjur. Jørgen Niclasen hevur tó onga avgerð tikið enn um, hvussu nógv varandi loyvir verða givin Síðan fiskimálaráðharrin var í fjølmiðlunum og segði, at hann fór at royna at fáa sum mest úr okkara rættindum og umhugsaði at skriva út nýggj rækjuloyvi, eru knapt 20 umsóknir um at sleppa at fiska rækjur komnar í Fiskimálastýrið. Tað er á nøkrum leiðum, eitt nú við Svalbard, at rækjuskipini ikki fiska alt dagatalið og tí umhugsaði fiskimálaráðharrin at útskriva nøkur loyvi aftrat. Tal er ikki sett á, hvussu nógv loyvi talan er um. Tilsøgnir Fiskimálastýrið hevur givið tilsøgnir um loyvi at fiska í eitt ár, men hetta hevur ikki verið besta loysnin, tí áhugin er ikki fyri slíkum og fíggingarstovnarnir hava ongan hug at verða við í prosjektum í eitt ár. Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri sigur, at vit hava mist fleiri hundrað milliónir, tí vit hava ikki brúkt hesar tilsøgnir og tí er tað vit umhugsa at geva fleiri varandi loyvir. Tað er nógv við at henda innan hesa vinnu nú, sigur Jørgen Niclasen, og vit skulu fult nýta okkara rættindi, men tað er sera umráðandi at undirstrika, at vit umhugsa framvegis at geva fleiri rækjuloyvir og eg veit ikki, henda umhugsunartíð er umliðin. Nógvir spurningar skulu greiðast, áðrenn loyvini verða givin, leggur fiskimálaráðhaarin aftrat. Skulu flagga føroyskt Tvey stór ferðamannaskip hava verið á Havnini seinastu dagarnar, men bæði hava havt Dannebrog í húnar hátt, hóast lógin sigur, at tað skal verða Merkið Tað er ikki líkt til, at tey stóru ferðamannaskipini, sum hava vitjað høvuðsstaðin seinastu vikuna, hava kannað lógina nóg gjølla ella yvirhøvur hirt at skeitt í hana. Bæði tað ovurstóra Rotterdam og Delfin hava havt teir reyðu og hvítu litirnar blaktrandi í tí nógva vindinum. Tað er nevnliga greitt fyriskrivað, at skip, sum koma inn í føroyskar havnir at liggja, skulu hava tað føroyska flaggið veittrandi og ikki tað danska. Hetta hevur ikki verið virt av teimum stóru ferðamannaskipunum, ella eru tey bara óvitandi um, at Føroyar ikki longur eru í amtstøðu, sum fyri meira enn hálvthundrað árum síðani. Av Havnarskrivstovuni verður sagt, at lógin sigur, at føroyska flaggið skal verða nýtt í føroyskum havnum. Hesi boðini hava ferðamannaskipini eisini fingið frá Havnarskrivstovuni, og tí er bara at kvetta Dannebrog og fáa tann føroyska klútin upp aftur, har hansara rætta pláss er. Hósdagin hevði Delfin enn danska flaggið veittrandi, men fríggjamorgunin var als einki flagg vundið á stong. Eisini verður sagt av Havnarskrivstovuni, at einki verður gjørt víðari við máli, men tað fer óátalað aftur við borðinum - hesuferð. Fróðskaparsetrið illa spert Nú eru studentarnir á Setrinum farnir aftur á skúlabonk, men umstøðurnar eru alt annað enn góðar, tí húsast verður í seks ymiskum bygningum Fróðskaparsetrið hevur sett met við nýggjum studentum. 82 nýggj andlit verða at síggja á Setrinum í ár. Av teimum tilsamans 130 studentunum eru 82, sum byrja lesturin á fyrsta ári. Hetta er væl meira enn helvtin av øllum studentunum. Orsøkin til ta stóru tilgongdina er, at allar tríggjar deildirnar hava tikið nýggjar studentar inn, og tær hava eisini tikið nógvar nýggjar sammett við onnur ár. Á Náttúruvísindadeildini eru 20 nýggir studentar í støðisútbúgving í stødd- og alisfrøði. Á Føroyamálsdeildini eru 25 tikin inn til exam. art. í norðurlendskum og serliga føroyskum máli og bókmentum. Á søgu- og samfelagsdeildini eru 37 nýggir studentar tiknir inn til ársnám í samfelagsfrøði. Ársnámini eru fleiri í tali, og tey kunnu setast saman til BA. Tey samfelagsfrøðiligu námini eru tey einastu nýggju skeiðini á Fróðskaparsetrinum. Einki pláss Tað er óivað gleðiligt, at alt fleiri velja at fáa sær víðari útbúgving her heima, men umstøðurnar hjá teimum lesandi í Føroyum eru sera vánaligar. Í løtuni eru ikki færri enn seks ymiskir bygningar, sum Fróðskaparsetrið nýtir. Nakrar deildir eru í teirra egnu húsum í Nóatúni og í seturshúsunum á Debesartrøð. Søgu- og samfelagsdeildin er í J.C. Svabosgøtu. Harumframt er undirvísing í Brúna skúla hjá Venjingarskúlanum og úti á Sjómansskúlanum. Umsitingin húsast á setursskrivstovuni, sum liggur handan Á. Her eru tilsamans seks ymiskar adressur, sum studentarnir mugu renna ímillum, og tað fer ikki at bera til í longdini. Malan Marnersdóttir er rektari á Fróðskaparsetri Føroya, og hon sigur, at hetta er alt plássið, sum tey hava fingið. Hon leggur afturat, at plásstrot og hølistrupulleikar er ein vanligur trupulleiki hjá fleiri almennum lærustovnum. Fróðskaparsetrið er sostatt ikki eindømi. Spurd um tað ikki er løgið at taka so nógvar nýggjar studentar inn, tá umstøðurnar eru so vánaligar, svarar Malan Marnersdóttir, at tey hava tikið inn eftir tí, tey fingu lovað áðrenn summarfrítíðina. Hon ásannar samstundis, at umstøðurnar eru als ikki nóg góðar. Hon sigur eisini, at hølini á Sjómansskúlanum fingu tey lyfti um einaferð í vár. Enn er eingin varandi loysn funnin á hølistrupulleikunum á einum av okkara hægstu lærustovnum, og ógreitt er, hvussu støðan verður næsta ár. Nú fáa vit at síggja, tí hetta eru bara fyribils avtalur, ið vit hava gjørt. Einki varandi er komið uppá pláss, og tí mugu vit hava fund við Undirvísingar- og og mentamálastýrið og saman finna eina loysn á málinum, sigur Malan Marnersdóttir. Hon sigur seg sjálvandi vænta, at okkurt munagott kemur burturúr. Rektarin á Fróðskaparsetrinum er enn ikki greiður yvir, um talan verður um at fara undir at byggja nýggjan bygning til Fróðskaparsetrið, og hon skuldi verið tann fyrsta at fingið nakað at vita tí viðvíkjandi . Neyðugt við lestrarumhvørvi Tað er avgjørt tørvur á betri umstøðum fyri studentarnar á Setrinum, tí støðan í dag er ótolandi við so nógvum ymiskum bygningum. Tað er sjálvandi best, um Fróðskaparsetrið verður savnað undir eina lon, so studentar kunnu uppliva eitt veruligt lestrar- og granskingarumhvørvi, tí tað er ein týðandi partur av lestrinum, sigur Malan Marnersdóttir. Studentarnir hava heilt einfalt ov vánalig viðurskifti. Tað eru nøkur spjadd undirvísingarhøli og einki annað, leggur Malan afturat. Studentarnir hava sostatt ikki serliga góðar møguleikar at koma saman uttanfyri skúlastovuna, og tað eigur tað at verða møguleiki fyri. Nýggjar lærugreinar Hóast teir núverandi álvarsomu trupulleikarnar hava tey gott mót á Fróðskaparsetrinum, tí í næstum verður farið undir eina nýggja útbúgving. Ætlanin er, at geva føroyingum møguleika at fáa eina KT útbúgving á Setrinum. Í vár varð tosað um at byrja eitt KT nám, og tær ætlanirnar eru ikki sleptar enn. Talan er um framhald av støðisútbúgving í KT-frøði, og tað verður ein opin útbúgving, har studentarnir bara eru hálva tíð. Teir taka so eina hálvtannað ára útbúgving yvir trý ár. Ætlanin var at fáa tað í gongd í ár, men tað hevur ikki ligið fyri. Kirkjur & Samkomur Gudstænastur 12. sunnudag eftir Trinitatis Gudstænastur 12. sunnudag eftir Trinitatis Havnar kirkja: kl. 11, Elsa Funding Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur D. Joensen Argir: kl. 11, Heri Joensen Kaldbak: kl. 12, altarg., Sonja Klein Klaksvíkar Sjúkrahús: kl. 10.00, Kunoy: kl. 12.00, (útv.) Norðoya Røktarheim: kl. 14.30 Hans Eiler Hammer Christianskirkjan: kl. 11, lestur Kollafjørður: kl. 11, altarg., Marjun Bæk Hósvík: kl. 11, altarg., Martin R. Jacobsen Bøur: kl. 11, altarg., Inga Poulsen Dam Skálafjørður: kl. 11, Jógvan Fríðriksson Sørvágur: kl. 11, David Johannesen Sandavágur: kl. 11, Emil Olsen Sandur: kl. 12, Høgni Poulsen Elduvík: kl. 12, Uni Næs Ebenezer Sunnudagin kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti, kl. 21 útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morgunmøti, kl. 18 evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17 landsbøn, í morgin kl. 11 morgunmøti, kl. 18 møti, kl. 22 útimøti (um viðrar). Mánadagin kl. 20 bønarskúlin. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 sunnudagsskúli kl. 17 møti. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli og kl. 18 møti við John Johannesen. Mánakvøldið venur Manskórið kl. 19.55. Týskvøldið verður bíbliutími kl. 20.00 við Tom Skaale. Mikukvøldið venur Meinigheitskórið kl. 19.00 Hóskvøldið verður ungdómsmøti kl. 20.00 við Sverra Kass. Evni: Kærleikin millum gentu og drong. Frelsunarherurin Tórshavn Sunnudagin kl. 11 møti, Sofia Jacobsen talar. Eingin sunnudagsskúli, vit luttaka á Svangaskarði, kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti, Major Tjåland talar. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin verður eingin sunnudagsskúli. Bussur fer frá Hoyvíkar skúla kl. 12.45 til felags familjutiltakið á Svangaskarði, sum byrjar kl. 14. Tiltakið varir uml. 3 tímar, síðan verður koyrt aftur til Hoyvíkar skúla. Havið matpakka og okkurt drekkandi við. Foreldur eru vælkomin við børnunum. Einki møti sunnukvøldið vegna felags familjutiltakið. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti hjá Eiriki og Jórun Skála, Argjavegi 21, har øll eru vælkomin. Losjan í Havn Mánadagin 11. sept. kl. 20 verður minningarfundur. Rhema á Hálsi Fríggjakvøldið kl. 18-19 A.T.A.P. (barnaklubbi) Leygarkvøldið kl. 20 ungdómsmøti. Sunnudagin kl. 11 møti og sunnudagsskúli. Bussurin til Svangaskarð fer av Rhema kl. 12.30. Mánakvøldið kl. 20 videomøti á stórskíggja, John Avanzini talar. Morgunbøn mánadag til fríggjadag kl. 8.30-9.30. Øll eru vælkomin. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoma við Esmari Jacobsen, trúboðara. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn, bíbilsøga og videofilmur um dýrini í Valbakkaskóginum, fyrsti partur. Royndarhúsið í Nólsoy Leygardagin kl. 14 barnamøti, kl. 16 útimøti (um viðrar) og kl. 20 evangeliskt møti. Sunnudagin kl. 14 barnamøti, kl. 15.30 evangel. møti, Tórmund, Jaspur og fleiri. Saron, Vestmanna Sunnudagin onki møti vegna felagstiltakið á Svangaskarði. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Karmel, Eiði Møtirøðin byrjar mikudagin kl. 20. Sverri Steinhólm, prestur talar, Hannis Hansen syngur. Bønarløta verður kl. 19.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum Møti verður sunnudagin kl. 19. Øll eru vælkomin. Ørkin, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 19 í Arbeiðarafelagshúsinum Hæddini í Saltangará v/Jón Joensen, høvi verður til at fáa forbøn. Týsdagin kl. 20 húsmøti hjá Maybritt og Trúgva Berg, Søldafjørður. Hósdagin kl. 20 bønarmøti. Morgunbøn er mánamorgun, mikumorgun og fríggjamorgun frá kl. 6-7. Verið hjartaliga vælkomin. Keldan, Skálafirði Fríggjakvøldið kl. 20.30 Vón fyri framman, við hugna, vitnisburði og sangi, luttøka úr Skopun. Leygarkvøldið kl. 21 opið hús við Dánjal Petersen, evnið: trúlovilsið. Sunnudagin einki møti vegna familjutiltakið kl. 14 á Svangaskarði, havið matpakka og okkurt drekkandi við. http://www.keldan.fo Missiónshúsið í Leirvík Ungdómsmøti verður í Missiónshúsinum í Leirvík leygardagin kl. 20. Øll eru hjartaliga vælkomin. Aglow, Suðuroy Møti verður í Porkeris skúla leygarkvøldið kl. 19. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin verður sunnudagsskúli kl. 14, kl. 18 møti við Árna og Ásbjørg. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 evangel. fundur, talarar D. Peckham og Z. Zachariasen, kl. 21 útifundur (um viðrar). Mánadagin kl. 20 uppbygg. fundur, talarar D. Peckham og Z. Zachariasen. Ónsdagin kl. 20 bønarfundur. Frelsunarherurin í Vági Leygarkvøldið kl. 20 bøn og lovsangur. Sunnudagin eingin sunnudagsskúli vegna tiltøk á Svangaskarði, kl. 18 møti við Toril og Niels Edvard Olsen. Mánadagin kl. 20 Heimaforbundið. Sion, Vágur Morgunmøti verður sunnudagin kl. 11, sunnudagsskúli kl. 11.30 og møti kl. 16. Telefonandakt 373 777. 1000 ára haldið Sunnudagin kl. 12 talar Johs. Andr. Næs í kirkjuni í Fámjin um evnið: Kristindómsundirvísingin í skúlaverkinum. Birita vorðin leiðari Nú skal Birita Krossteig royna at fáa meira lív í Sjónleikarhúsið í Havn Fyri einari viku síðani byrjaði hon sum dagligur leiðari, og hon æltar at leggja seg eftir, at fáa meira virksemið í Sjónleikarhúsinum. Havnar Sjónleikarfelag hevur verið virkið seinastu árini, og felagið hevur á hvørjum ári sett leikir upp. Umfamt hetta eru onnur tiltøk í húsinum. Tað er orkukrevjandi at skipa fyri øllum hesum, og tí hevru sjónleikarfelagið avgjørt at seta ein dagligan leiðara. Føðingar 20. august fingu Jóngerð og Hanus Sørensen, Viðareiði, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4505 gr. 27. august fingu Tanja og Jan Petersen, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 4000 gr. 30. august fingu Nicolina Hansen og Jógvan Kári í Giljum, Vejrup, eina dóttir. Hon var 51 cm. long og vigaði 3900 gr. 31. august fingu Ester Poulsen og Jónleif Antoniussen, Tórshavn, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3800 gr. 1. september fingu Miriam og Magnus Jensen, Hov, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3495 gr. 2. september fingu Anny og Hans Niclasen, Nólsoy, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3200 gr. 2. september fingu Nina E. og Petur Even Djurhuus, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3700 gr. 2. september fingu Lis og Gunleif Berjastein, Kambsdalur, eina dóttir. Hon var 55 cm. long og vigaði 4500 gr. 3. september fingu Henny á Líknargøtu og Jákup í Stórustovu, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4300 gr. 5. september fingu Rannvá og Kristian Martin Skála, Argir, tvíburðar, dreingir. Tann eini var 48 cm. langur og vigaði 2900 gr. hin var 47 cm. langur og vigaði 2375 gr. 5. september fingu Sunnleyg og Eystein Olsen, Fuglafjørður, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3700 gr. 5. september fingu Beinta við Sandá Lassen og Heini Næs Lassen, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4200 gr. 7. september fingu Majbritt og Birgir Christiansen, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3150 gr. Nú hoyra deyvu dreingirnir Tríggir føroyskir dreingir, sum hava verið deyvir alt sítt lív, eru nú farnir at hoyra aftur. Hóast stutt tíð er liðin síðani skurðviðgerðina, síggja foreldrini longu størri framstig, enn tey høvdu vónað frammanundan Nú er 5 ára gamli Bergur farin at flenna eftir teknifilmunum hjá sær í øðrum støðum, enn hann plagdi at gera. Fyrr vóru tað bara myndirnar, sum kundu fáa hann at flenna, men nú kann hann fyri fyrstu ferð hoyra stuttligu ljóðini, sum ljóma aftur við Tom og Jerry, og tað hevur givið honum eina nýggja verð at leita inn í. Tá Bergur Nón var hálvt ára gamal fingu foreldur hansara at vita, at hann var rørslutarnaður og deyvur. Men fyri tveimum vikum síðani hoyrdi hann fyri fyrstu ferð. Vit hava longu sæð eina broyting, men tað ganga eini trý ár áðrenn vit vita, hvussu endaliga úrslitið av skurðviðgerðini verður, sigur Elna Nón, sum er mamma Bergur, og sum býr saman við manni sínum, Johnny, í Runavík. Eisini tveir synir hjá Tórhalli Áslaksson og Turid Askham á Argjum hava fingið somu skurðviðgerð, og bæði knapt 1 ára gamli Fríði og 8 ára gamli Dánial hoyra nú. Tað er longu hent størri framstig, enn vit høvdu vónað frammanundan, og vit hava mót uppá, at tað skal blíva enn betur, sigur Turid Askham. Sonur hennara, Dánial, er farin at smílast, tá hann hoyrir poppbólkin, Vengaboys. Nýggj tøkni Tær báðar familjurnar vóru um mánaðarskiftið juni/juli í Hannover, har serkønur lækni setti tað, tey rópa Cochlea Implant, inn í oyra á dreingjunum. Hetta er nýggj tøkni, sum ger at deyv kunnu hoyra. Hvussu væl tey koma at hoyra er ymiskt frá fólki til fólk, men umráðandi er, at skurðviðgerðin verður gjørd so tíðliga sum gjørligt. Ein leiðari verður lagdur inn í oyrasnigilin, og hann skal geva boð til hoyrisentrið í heilanum. Við oyrað verður eitt tól opererað inn undir húðina, og uttaná er síðani eitt tól afturat, sum magnetar við tólið inni undir húðini. Tólið, sum situr uttan á høvdinum, verður drivið av einum lítlum streymveitara, og tólið skal so uppfanga ljóð. Hendan tøknin er nýggj, men hevur verið roynd í nøkur ár við góðum úrslitum, og nú vóna foreldrini at teimum føroysku børnunum, at tey fara at fáa ein nýggjan møguleika at samskifta við síni børn, og at tey, sum ikki duga teknmál, eisini kunnu samskifta við tey. Fingu vón úr Danmark Tá foreldrini hjá Bergi Nón fingu at vita, at sonur teirra var deyvur og rørslutarnaður, komu tey skjótt á sporið av Cochlea Impant. Síðani hava tey stríðst fyri, at sonur teirra kundi fáa hetta tól í oyra. Í 1998 var ein danskur serpedagogur í Føroyum og kannaði Berg, og hann helt, at góðir møguleikar vóru fyri, at Bergur kundi skurðviðgerast á sjúkrahúsi í Århus. Men hóast foreldrini hjá Bergi fingu góðar vónir eftir vitjanina hjá danska læknanum, gjørdist skurðviðgerðin í Danmark til einkis, tí sjúkrahúsið hevði ymsar umberingar fyri, at tað skuldi lata seg gera. Síðani fingu Elna og Johnny samband við eitt sjúkrahús í Hannover, sum spesialieraði seg í Cochlea Implant, og tað var av hesum sjúkrahúsi, at tey í fjør fingu boðini um, at Bergur kundi skurðviðgerast hjá teimum. Hesi boðini fingu foreldrini hjá Fríða og Dániali eisini. 28. juni fingu Fríði og Dánial skurðviðgerðina í Hannover, og 3. juli fekk Bergur sítt i tól í oyra. Óvæntað ljóð Eftir skurðviðgerðina skuldu børnini fyrst koma fyri seg, men fyri tveimum vikum síðani vóru nýggju tólini sett til. Tað var stuttligt at síggja, hvussu Bergur reageraði, tá tólið varð sett til, og hann hoyrdi fyri fyrstu ferð. Tað sást á honum, at okkurt óvæntað hendi. Hann hugdi rundan um seg, sum fyri at spyrja, hvat sørin var hatta, greiðir Elna Nón frá. Nú vóna vit, at Bergur kemur kunna siga nøkur orð og at skilja tað, sum vit siga við hann. Higartil hava vit bara kunnað samskift við teknmáli, men nú royna vit alla tíðina at tosa við hann. Tað er sum at byrja við smábørnum, tey skulu læra tað heilt frá grundini av, sigur mamman. At byrja við skulu dreingirnir hava ljóðinntrykk av alskyns slagi, og Bergur, ja, hann er serliga fegin um klokkuljóð, tí tá hann hoyrir tey, fer hann at smílast. Umframt vónina um, at Bergur kann koma at tosa eitt sindur og skilja, hvat fólk tosar um, er eisini møguleiki fyri, at hann kemur at styrkjast á annan hátt. Rørslurnar broytast, tá børn fara at hoyra, og tað gerst meira áhugavert at venda sær og fylgja við, tá onkur ljóð eru at hoyra. Týskvøldið hugdi Bergur fyri fyrstu ferð eftir Dagur og Viku. Tað hevur hann ongantíð tímað áður, tí hann hevur einki hoyrt. Nú hoyrir hann so mikið, at hann tímir at sita í friði, tá vit hyggja eftir tíðindasendingini, og tað var stuttligt at uppliva, sigur Johnny Fingu góða hjálp Besti møguleikin fyri einum góðum úrsliti við Cochlea Implant er, um skurðviðgerðin verður gjørd so tíðliga sum gjørligt. Vit vita ikki, hvussu nógv Dánial, sum er 8 ára gamal, kemur at fáa burtur úr skurðviðgerðini, men vit vóna tað besta. Hinvegin er helst størri møguleiki fyri, at Fríði, sum er 11 mánaðir, kann fáa nógv burtur úr, og hann er eisini longu farin at geva ljóð frá sær, sigur mamman, Turid Askham. Vit vita ikki, hvussu væl teir koma at skilja ljóð, men vit síggja longu ein mun, hóast tað bara eru gingnar nakrar vikur, síðani tólið var sett frá, sigur hon. Næstu tvey árini skulu teir tríggir dreingirnir nakrar ferðir til Hannover, har neyðugu innstillingarnar skulu gerast við tólunum. Tey verða so líðandi koyrd harðari frá, so dreingirnir fáa møguleikan at venja seg spakuliga við at hoyra. Vit hava fingið ómetaliga stóra hjálp frá barnalæknanum, Ulrike Steuerwald. Hon hevur allatíðina trúð upp á, at dreingirnir kundu fáa nakað burtur úr skurðviðgerðini, og uttan hana hevði hetta als ikki komið so langt. Hon syrgdi eisini fyri, at vit av fyrstan tíð komu í samband við sjúkrahúsið í Hannover, sigur Elna Nón. Umframt hjálpsama barnalæknan, hevur internetið eisini verið hent, tá foreldrini hava leitað eftir upplýsingum. Tað hevur verið ein langur vegur, og næstu árini fara at vísa, hvussu nógv teir tríggir dreingirnir fáa burtur úr skurðviðgerðini. Men longu nú er vent í holuni. Teir deyvu dreingirnir hoyra. Andlát 2. september Jørgen Kyster, 58 ár 3. september Astrid Jacobsen, Mykines, 85 ár Eirika Sigvardsen, Signabø, 70 ár 4. september Petur Holm, Nólsoy, vanliga nevndur Petur á Geil, 75 ár Ford Puma - ein væl koyrandi sport coupé Í sambandi við at liðin eru 75 ár síðan Ford umboðið kom á føroyskar hendur, hava vit royndarkoyrt tveir Ford bilar, ið eru tiknir heim til hátíðarhaldið. Magnus Gunnarsson Puma er navnið á einari stórari gulgráari kettu, sum fyri tað mesta er at finna í fjallalendinum í norður og suðuramerika. Sport coupé Ford Puma er ein sport coupé, har gott pláss er til tvey vaksin framman, meðan baksetrini eru best egnaði til smærri fólk og børn. `I slíkum bilum hevur útsjóndin og koyrieginleikar meira at siga enn plássið. Puma líkist nógv tí størra Ford Cougar. Innan situr alt sum tað skal. Instrumentini eru týðulig, løtt at avlesa og kontaktirnar eru líka við hondina. Setrini er sera góð og stútt at sita í, eisini um ferðin er í meira lagið í svingum. Fiesta plattform Puma er bygdur yvir ein Fiesta plattform. Motorurin er 1,4 litur 16V við 90 hk, ið kraftar væl, og bilurin er lættur at koyra. Puma hevur sportligar koyrieginleikar, og liggur væl á vegnum, eisini í svingum. Viðførisrúmið er 240 litrar, men við at leggja baksetrið niður verða 710 litrar at ráða yvir, so tvey fólk hava nokk av plássi til viðføri. Tá man trýstur á knøttin til viðførisrúmið, fer lúkan spakuliga upp, uttan at man rørir við hana. Hetta kann vera sera hent, tá man kemur til bilin við fleiri beriposum. Jubileumstilboð Av útgerð kann nevnast ABS bremsur við elektroniskari fordeiling av bremsukraftini, airbag til førara og síðumann, sentrallás, PATS startsperru, aluminium gearknøtt, leðurrætt, el-rútar framman og Ford 5000RDS radio við kasettuspalara. Puma eigur at kosta kr. 202.000,- men verður seldur sum jubileumstilboð fyri einans kr. 149.000,-. Góð roynd, Høgni, men tú er avdúkaður Ikki allastaðni í heiminum sita grannar væl um sátt. Vit hava sæð dømi um hetta t.d. á Kypros, í Jerusalem, í Johannesburg, í Belfast og nógva aðra staðir runt um í heiminum. Og sjálvt um stríðið kanska eina tíð kann tykjast vera niðurlagt, so skal so ótrúliga lítið til, fyrr enn alt aftur stendur í ljósum loga. Tað kann bert vera talan um eina lítla provokatión, sum síðan fær øll sinnini aftur í kók. Og tíverri síggja vit eisini, at ávísir bólkar, sum ikki trívast við friðin, teir festa í aftur við fríum vilja. Føroyingar hava av landafrøðiligum ávum onga veruligar nærar grannar, sum dagliga kunna minna okkum á, at vit ikki eru einsamallir í verðini. Danir eru hin vegin okkara politisku grannar, hóast einir 1500 km. eru í frástøðu millum londini. Ikki altíð hava føroyingar og donsku grannar okkara sitið so væl um sátt og langt frá tí. Óneyðugt er at fara øldir aftur í tíðina, tí vit hava feskastu dømini her í byrjanini av 90'unum, har stríðið mangan var sera harðligt millum partarnar. Men so við og við legði stríðið seg, vit fingu meira normal viðurskifti millum londini, og vit fingu avgreitt nøkur mál, sum júst høvdu medvirkað til spentu viðurskiftini. Og nú hevur friður valdað í eina tíð, men knappliga bendir mangt á, at menn nú við beráddum huga aftur eru í ferð við at festa í aftur. Og samanbrestirnir eru eitt endamál í sær sjálvum. Seinastu tíðina hava vit havt ikki færri enn fýra samanbrestir millum føroyskar og danskar myndugleikar: Fiskivinnusamstarvið millum Føroyar - Ísland - Grønland Sáttmálin um landspartamál Brævið til ST Brævið til aðalskrivaran í Nato Hóast málini eru ymisk í innihaldi, so er tað týðiligt at felagsnevnarin er, at landsstýrið og stjórnin duga ikki einfælt samráðingarlag. Eg eri sannførdur um, at í hvørfall hesi seinastu, men allarhelst øll kundu verið loyst uttan nakran sum helst trupulleika, høvdu partarnir tosað eitt sindur saman. Men loysnin av málunum við ST og Nato hevði ikki nakað endamál fyri landsstýrið, tað var als ikki hetta, málið snúði seg um. Fyri meg at síggja er strategiin hjá Tjóðveldisflokkinum og Høgni Hoydal púra greið. Fáa vit ikki fullveldið við samráðingum, so skulu vit í minsta lagi syrgja fyri, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark gerast so út av lagi vánalig, at antin síggja føroyingar onga aðra loysn enn loysing, ella kanska loysa danir frá okkum. So ein skipa loysing antin so ella so. Við hesi strategi leggur so Høgni Hoydal til brots. Íðin, sum hann er, og við vælvaldum orðum fær hann skjótt løgmann linan í kongunum, og so er bara at fara til verka. Løgmaður, ein hentur stavnamaður hjá tjóðveldismonnum, letur seg brúka ella rættari misbrúka, og við báðum beinum er hann lopin í felluna og heldur enntá aftaná, at hann sjálvur hevur funnið upp á alt hetta. Og sum um tað ikki var nóg mikið, so eydnast eisini tjóðveldismonnum at fáa danska uttanríkiráðharran at spæla við og geva landsstýrinum júst tey svar og tey brøv, sum landsstýrið innast inni gjarna vil hava til seinni brúk. Høgni Hoydal hevur tilvitað, men við duldum motivum sett henda sjónleik í verk, tí nú vil hann hava eina nýggja orrustu millum londini. Nú er einki bankamál, so hvat er annað til ráðar at taka. Við beráddum huga hevur hann saman við góðum ráðgevum sínum sett henda leikin upp, sum hevur eittans endamál, og tað er at fáa samanbrestir. Har man í Belfasr brúkar bensinmumbur, so brúkar landssstýrið ístaðin ein góðtrúnan løgmann og embætisfólk til at senda brøv í eystur og vest, sum ikki hava annað til endamáls enn, at vit fáa nakrar samanbrestir við donsku stjórnina. Og Gud hjálpi mær, so situr hinumegin borðið ein líka góðtrúgvin uttanríkisráðharri, sum eisini letur seg draga upp á tráð, og so kann leiktjaldið dragast frá, og sjónleikurin kann byrja. Eitt nøktandi svar frá ST ella ein fundur við Nato-aðalskrivaran hevði verið ein strika í rokningini hjá Høgna. Hann fekk júst tað, hann vildi hava - samanbrestir. Ein dugnalig roynd Høgni, men hon er avdúkað. Jóannes Eidesgard Oddagrein: Politikararnir svikið sjónvarpið NÚ um dagarnar segði stjórin í SvF upp. Møguliga eftir trýsti fyri vánaliga fíggjarliga úrslitið hjá stovninum. Landsstýrismaðurin hevur ikki dult fyri, at onkur mátti taka avleiðingarnar av hesum úrsliti. Tað hevur Tróndur Djurhuus nú gjørt. Tað er eftir okkara tykki stórur missur fyri stovnin, tí stavnhald hansara hevur verið at byggja upp eitt nútímans føroyskt sjónvarp, og var hetta komið væl áleiðis. Ein uriaspostur, ið vegna tørvandi politiska uppbakking, hevur verið ómøguligur at liva upp til av sjálvt tí besta. Hetta hava verið nøkur ár við stórari menning í sjónvarpinum sum stovni. Tá undirtøkan at fara undir at byggja nýtt sjónvarpshús ikki var nóg stór, hevur verið roynt at byggja út á verandi øki, og hetta vita vit er nakað, sum kann kosta nógv, tá avtornar. At menna stovnin innihaldsliga um somu tíð sum fysisku karmarnir verða betraðir, er eitt stórt og tungt tak. Tá politikararnir so ikki hava viljað sett neyðuga peningin av til menningina av hesum stovni, hevur leiðslan verið noydd at dúva uppá inntøkur frá spæli og lýsingum. Slíkar eru svikaligar. Tað hevur tó eydnast stjóranum at skapa hesum stovni nakrar nýggjar karmar, sum so skuldu vera tað grundarlag, ið alt framtíðar innihaldið skuldi byggjast á. Gjørdar eru íløgur, sum skuldu bera stovnin inn í framtíðina. Í øllum hesum stríði hevur leiðslan so mist yvirlitið yvir fíggjarligu støðuna. FØROYINGAR kenna Trónd Djurhuus sum ein av okkara dugnaligastu journalistum. Fáur hevur dugað sum hann at verið vertur fyri sendingum, sum vit øll hava virðismett høgt. Tað eru eisini tey, sum siga, at hansara pláss er á skíggjanum og ikki inni á teimum stressaðu stjórakontórunum. Vit eru eitt so lítið land, at tað er eisini avmarkað við gávuríkum fólki til slíkar uppgávur. Tað skal vera okkara vón, at hesin evnaríki og fryntligi TV-verturin aftur fer at teljast millum virknu journalistarnar í landinum, hvar hann so enn endar. Eingin ivi er um, at sjónvarpið verður fátækari uppá dygd og engagement, nú Tróndur ikki verður at síggja longur á skíggjanum. Tað má vera okkum loyvt at gita, at hann kortini onkursvegna fer at gera journalistiska karrieru aftur á hesum stovni ella aðrastaðni. Føroyska pressan hevur rætt og slætt brúk fyri honum. SJÓNVARPSSTJÓRIN hevur tikið á seg ábyrgdina av vánaliga úrslitinum. Hetta er tó eisini ein áminning til allar føroyingar um, at tað almenna Føroyar hevur svikið. Landsstýrið og fyri tað løgtingið hava ikki viljað givið stovninum karmar at virka undir, sum tað sømir seg einum tjóðarsjónvarpi í 21. øld í einum sjálvbjargnum Føroyum. Til verju fyri sjónvarpsstjóran talar, at løgtingið og landsstýrið ongantíð vildu geva Sjónvarpi Føroya teir neyðturviligu fíggjarligu karmar at arbeiða undir, soleiðis at sjónvarpið kundi lúka tey krøv, sum somu myndugleikar áløgdu sjónvarpinum. Teir áløgdu nevniliga sjónvarpinum við kringvarpslógini og tí sokallaða Øravíkarskjalinum, at 30% av senditíðini skuldi vera føroysk og at halda eitt høgd dygdarstøði. Eingin sjónvarpsstjóri í allari verðini og heldur einki sjónvarp kann lúka slík kvalitetskrøv uttan eina játtan á fíggjarlógini. Samanumtikið má man siga, at Tróndur Djurhuus hevur havt øgiliga truplar umstøður at arbeiða undir, og tað má vera okkara vón, at myndugleikarnir nú taka fylgjurnar av hesum og geva einum komandi sjónvarpsstjóra og sjónvarpi ta fíggjarliga støði, sum skal til, soleiðis at føroyingar fáa gott sjónvarp. Gott sjónvarp er einasta mótverja móti tí vánaliga, sum børn og ung fáa inn í stovnurnar frá video og parabolum. Lagnunnar speisemi er tað annars, at nettupp nakað av tí annars góða researcharbeiði, sum táverandi journalisturin Høgni Hoydal slapp at gera í bankamálinum - lopfjølini til Tinganes - er ein partur av tí undirskoti, sum nú feldi stjóran. Atlantsrisar á Atlantshavi Hóast teir allir eru kappingarneytar, duga sterku vinmenninir hjá Regini eisini at hugna sær saman. Undan kappingini um Atlantsrisan vóru teir við Norðlýsinum á floti Flestum kunnugt var undanfarna vikuskifti stór, ella skuldi ein sagt RISAstór, kapping hildin í lítla høvuðsstaði okkara. Sterkir menn úr ymsum londum vóru komnir til Føroya, við tí endamáli at fáa greiðu á, hvør kundi rópa seg Atlantsrisan komandi árið. Ikki bert kapping Hetta við kappingini, var sjálvsagt fremsta endamál við ferðini hjá ymsu risunum, men harumframt vóru eisini onnur tiltøk á skránni. Tiltøk, sum sýndu, at við síðuna av sjálvum kappingunum eru stóru menninir bert menniskju, eins og vit onnur, hóast nógv av tí teir takast við, helst má flokkast undir tað danir nevna ómenniskjaligt. Besta dømi um hetta mundi vera fríggjadagurin, har kappingarneytarnir saman løddu battaríini til komandi kappingina. Fyrst vóru teir savnaðir niðri á internet-caféini, Orbit, har teir hugnaðu sær óført við at kappast í telduspølum. Fleiri høvdu sjálvandi ynski um at koma á tal við, og kanska fáa ein autograf frá, sterku monnunum, og tí fóru teir eftir hetta niðan í SMS, har teir í ein tíma ella so kundu hittast í 3'arin eletronics, og tað var eisini heilt fitt av fólki, sum nýtti hetta høvi. Á risunum sjálvum skiltist tó, at eingin ivi var um, hvør stóra hendingin á degnum skuldi vera. Høvuðsstuðulin hjá Regini Vágadal, Formula.fo, hevði boðið teimum eina útferð við Norðlýsinum, og hetta fekk beinanvegin góða undirtøku millum teir átta kappingarneytarnar. Janni bjóðaði av Hugurin til útferðina gjørdist ikki minni, tá høvuðsdómarin, Jamie Reeves, kunngjørdi eina avbjóðing á tíðindafundinum, sum varð hildin fríggjamorgunin. Tað vísti seg nevnliga, at heimsins sterkasti maður, Janni Virtanen, hevði bjóða hinum av í fiskikapping. Hann helt ikki, at nakar hevði kjans at vinna á sær í hesum, og skeyt tí upp, at allir rindaðu fimm pund í eina felags pulju, og tann, sum fekk størsta fiskin, skuldi síðani eiga pengarnar. Undirtøkan millum hinar var stór, og tað var ikki við sørt av spenningi, at teir um fýra tíðina fríggjadagin hittust við Bursatanga, har Norðlýsið lá klárt at loysa frá landi. At spenningurin var stórur, var einki at ivast í. Súpan var bíløgd úr býnum, og tá henda ikki var komin fram til ásettu tíðina, byrjaðu teir beinan vegin at ótolnast. Teir vildu til havs, og ongantíð ov skjótt. Rullaði í meira lagi Tað gekk tó ikki so leingi, so kom súpanin kortini oman á keiina, og so var bara at loysa. Nakrir byrjaðu nú at kanna, um allar greiðirnar vóru í lagi, meðan aðrir bert stóu á dekkinum. Prátaðu, skemtaðu og bara hugnaðu sær. Tá komið var út um molan, fór at rulla at sindur, og lotið var eisini farið at merkjast. Klæðini teir høvdu vóru í flestum førum góð, so vindurin bilti einki, men verri var við rullinum. Stuttligt var at síggja eitt nú heimsins sterkasta mann, tá vindurin tó í seglini, so Norðlýsið legði seg móti aðrari liðini. Stórmenni sá hann í øllum førum ikki út til at vera tað løtuna, men at sjómansskapur var í honum, varð kortini prógvað nakað seinni. Mest men ikki størst Tað var nevnliga soleiðis, at tá vit nærkaðust Nólsoynni varð sjógvurin nakað kyrrari, og nú skiparin, Birgir Enni, segði seg hava eitt mið, var málageipanin aftur at hoyra. Skjótt vórðu snørini tveitt út, og eftir at Regin fyrst hevði givið boð um, hvussu farast skuldi fram, var skjótt at onkur fór at kenna. Teir báðar fyrstu átti heimsins sterkasti, og smílið var stórt, tá hann ikki sørt erpin helt fyri, at hann hevði ávarað teir frammanundan. Smílið gjørdist tó nakað minni, tá venjari hansara, Ilka Kinnunen, dróg higartil størsta fiskin upp. Ein reyðfisk. Birgir hevði lagt seg nakað norðan fyri miðið, og tá rákið lá suðureftir, var skjótt, at rættuligur rokfiskiskapur tók seg upp. So at siga alla tíðina var onkur, sum dróg einhvønn fong upp, og Regin hevði úr at gera við at krøkja av. Tóktist ikki leggja nakað í, at hann soleiðis ikki slapp framat sjálvur. Janni Virtanen var framvegis raskastur at fiska, tá tosað varð um nøgd, men reyðfiskurin hjá Ilka hevði framvegis munin í stødd. Tá so venjarin aftur fekk fatur á einum stórum reyðfiski, ásannaðu teir flestu, at nú var spælið úti. Hesin seinni hjá Ilka var nógv størri enn tann fyrri, og ikki sørt stoltur stillaði hann seg framman fyri myndatólið, so løtan ikki skuldi gloymast. Av miðinum Stutt eftir stóra fongin tóktist tað, at vit vóru riknir av miðinum. Hugagóðir royndu teir framhaldandi at fáa fatur á onkrum sterti, men tað var so eiðasørt. Nú einki beit á, var hugurin líka sum farin at svíkja eitt sindur, og tá so ungverski venjarin eisini byrjaði at kenna seg illa, varð gjørt av at sigla inn til Nólsoyar. Her var kyrt, so uttan stórvegis trupulleikar fingu vit skorað okkum niður í lugarin, har nakað av hita fekst aftur í kroppin, so hvørt sum súpanin fór niður um. Tosið um fiskiskap gekk heitt, og av og á hoyrdist láturin runga, meðan bjørnirnar vinarliga argaðu hvønn annan. Jú, allir tóktust teir hugna sær, og nú vindurin var undan, tá siglt varð aftur til Havnar, tóktist ikki at bila stórvegis við sjóverkinum. Allir tóktust teir vera samdir um, at talan hevði verið um eina sera væl eydnaða útferð, og hóast stóri dagurin stóð fyri framman, tóktist eingin teirra at hava hetta í huganum, tá farið var av farinum og upp aftur á Bursatanga. Jú, Atlantsrisarnir høvdu so sanniliga hugna sær á Atlantshavinum. Sumbingar ætla at tryggja seg Men so skulu teir gera enda á hagtølunum, sum siga, at teir ongantíð hava fingið stig á Sandi Sumbingar styrktu nógv um sína støðu í botninum, tá teir næstseinasta sunnudag fóru úr Vágum við øllum trimum stigunum. Nú skal Sumba aftur spæla ímóti einum liði úr lægra endanum. Sumbingar skulu til Sands, har teir avgjørt rokna við størri mótstøðu, enn teir fingu í Vágum. Sumbingar eru framvegis í niðurflytingarvanda. Tað eru sandoyingar eisini. Tí kann roknast við einum tøttum dysti, og tað er neyvan sannlíkt, at málini fara at verða so ógvuliga mong. Sumba hevur ongantíð fingið stig á Sandi. Møguleikarnir hava heldur ikki verið so nógvir. Tá Sumba í 1991 var í 1. deild, var B71 í 2. deild. Í fjør vann B71 2-1, og í 1995 vann B71 5-1 á Sumba/VB. Úr Sumba frætta vit, at so at siga allir teir somu eru tøkir, sum vóru við í Sørvági. Tá vit fregnaðust, roknaðu teir ikki við, at Dánial Johan Joensen verður við. Hann arbeiðir í Danmark. Tá Sumba var í Vágum kom hann úr Danmark fyrrapartin, og fór niður aftur beinanvegin, tá dysturin var liðugur. Páll Magnar Kjærbæk hevur vant eitt sindur. Hann var ikki við í Sørvági, og hann verður heldur ikki við í morgin. Nicola Biberdzic hevur verið smáskaddur. Hann hevur vant fyri seg sjálvan, og teir rokna við, at hann verður við í morgin. Onkrir sumbingar hava ta seinastu tíðina mist okkurt venjingarkvøldið. Teir hava rokast við nátar. Tað halda teir er ein partur av bygdarlívinum, sum - um tað er neyðugt - skal takast framum fótbóltin. Eitt leikbann Á Sandi halda teir seg vera hampuliga væl fyri at taka ímóti Sumba. Sandoyingar ásanna, at tað hevði komið sera væl við at fingið trý stig. So hevði niðurflytingarspøkilsið av álvara verið manað í jørðina - í hvussu so er fyri í ár. Jón Brekku er leikbannaður, tí hann fekk reytt kort, tá teir í Gundadali vunnu ímóti B36. Síðani næstsíðsta sunnudag hava sandoyingar verið vitni til skriviborðs telving um stigini, sum teir vunnu á vøllinum. Teir hava ikki verið partur í málinum, men teir hava vitað, at endaliga avgerðin fór at hava árin á støðuna hjá teimum. Nú er tað greitt, at stigini fara ongan veg. Spurningurin er, um fleiri koma á kontoina í morgin. Álopsessið hjá NSÍ leikbannað Toftamenn fara í morgin, tá teir fara á vøllin í Runavík, at vita, hvat skal til fyri at varðveita oddasessin Grannauppgerðin í Runavík í morgin verður klokkan 17. Fyrireikararnar av felags sunnudagsskúlanum, sum verður á Svangaskarði ella í ítróttarhøllini í Runavík - um líkindini ikki vera til at vera uttandura - hava heitt á NSÍ um at flyta dystin til klokkan 17, og tað hevur NSÍ gjørt. Talan er um fjórði síðsta umfar. Um talan hevði verið um triðisíðsta umfar, so hevði hetta ikki borið til. Ásetingarnar siga, at í trimum teimum síðstu umførunum skulu allir dystirnir spælast í senn. Eftir summarsteðgin hevur NSÍ tikið øll stigini frá tveimum av oddaliðunum. Í morgin fæst at síggja, um teir fara at megna tað ímóti B68, sum teir hava megnað ímóti HB og VB. Tá vit tosaðu við teir í NSÍ, vóru teir ikki heilt greiðir yvir, hvussu tað fór at vera, men nógv bendi á, at Christian Høgni Jacobsen og Sonni Lamhauge Petersen verða leikbannaðir í morgin: Sonni fekk reytt kort í Gøtu, og Christian Høgni fekk triðja gula kortið. Í ásetingunum verður sagt, at leikbannini skulu sitast av í vakstramannadeildini. Vit halda, at hetta kann tulkast soleiðis, at teir sótu leikbannini av sær, tá 2. deild spældi síðsta vikuskifti, meðan 1. deild helt frí. Hetta hava vit sagt við kappingarnevndina hjá FSF, men vit hava ikki fingið endaligt svar frá teimum, segði NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, fyrrapartin í gjár. Gert Langgaard er plágaður av knæskaða. Felags fyri allar hesar tríggjar er, at teir síðani summarsteðgin hava verið millum mest eyðsýndu menninar í álopspartinum hjá NSÍ. Jan við aftur Tá toftamenn av álvara settu KÍ upp á pláss, var Jan Petersen ikki við, tí hann var leikbannaður. Jan Dam fór út í 2. hálvleiki, og orsaka av trupulleikum við knænum gav hann avboð til landsdystin ímóti Slovenia. Jan Dam og Jan Petersen eru báðir tøkir aftur. Øssur Jacobsen loysti Jan Dam av síðstu løtuna ímóti KÍ. Tá fekk hann eitt gult kort og er leikbannaður í morgin. Hóskvøldið vandu toftamenn í ítróttarhøllini í Runavík, meðan NSÍ vandi á vøllinum uttanfyri høllina. Toftamenn plaga at leiga høllina hóskvøld. Síðani NSÍ í 1997 kom aftur í bestu deildina, hava teir rættuliga havt takið á B68 í Runavík. Í 1997 vunnu teir 2-1, í 1998 4-1 og í fjør 5-0. Í 1995 vann B68 5-0 í Runavík. Eg ætli mær at vinna alt umaftur Heimsins sterkasti maður er í løtuni finnlendingur og eitur Janne Virtanen. Umborð á Norðlýsinum fingu vit eitt stutt prát við sterka mannin Eitt tað fyrsta tú leggur til merkis, tá tú tosar við sterka mannin, er, hvussu smæðin hann er. Hálvavegna rodnar, tá hann verður spurdur, um vit kundu fingið okkum eitt stutt prát. Ein skuldi í øllum førum ikki trúð, at heimsins sterkasti maður hevur orsøk at vera smæðin, og tað tykist heldur ikki soleiðis, tá kappast verður. Landið ein fyrimunur Janne Virtanen byrjaði í 1995 at kappast í sonevndu Strongman-kappingunum, og sjálvur sigur hann, at hann alla tíðina hevur roknað við, at hann kundi røkka heilt langt í hesum. Longu trý ár seinni, í 1998, vann hann heitið sum sterkasti maður í Finnlandi, og sama ár luttók hann eisini fyri fyrstu ferð í kappingini um at gerast heimsins sterkasti: Eg visti tá, at eg var millum teir bestu í heiminum, tí ert millum teir bestu í Finnlandi, telist tú eisini millum teir teir sterkastu í heiminum, sigur hann, og vísir á, hvussu stolta siðvenju Finnland hevur í ítróttini. Vit hava í nógv ár havt sera góð úrslit innan hesa ítrótt, sigur Janni, og vísir á nøvn sum Ilkka Nummisto, Riku Kiri og Jouku Ahola. Júst Jouko Ahola hevur í nøkur ár verið venjingarfelagi hjá Janne, og sjálvur er Janni ikki í iva um, at hetta eisini hevur gjørt seg til ein nógv betri íðkara. Hvør tann einasta venjing gerst ein kapping millum okkum báðar, og tí verða vit alla tíðina noyddir at geva okkum 100%. Hetta viðførir sjálvsagt, at venjingin gerst harðari, og so kemur sjálvandi eisini meira burturúr. Góðir vinir Eitt, sum vit løgdu til merkis umborð á Norðlýsinum, er, hvussu væl allir kappingarneytarnir tykjast at vera. Somu fatan hevði ein eisini, tá teir fríggjamorgunin høvdu tíðindafund um sjálva kappingina. Spurdur um hetta svarar hann, at soleiðis hevur tað altíð verið. Sum so kann man siga, at hesar kappingarnar eru ein rættulig familjuítrótt. Hóast tað ofta er ógvusligt, tá kappast verður, so verður ongantíð nakað ilt sagt millum luttkararnar, og eitt nú hjálpa vit altíð hvørjum øðrum, soleiðis at vit nýta somu hjálparfólk o.s.fr. Eitt heldur sjáldsamt fyribrigdi innan ítrótt á høgum støði, sum alt meira hevur lindið til skilja, heldur enn savna partarnar, so hvørt sum pengarnir fáa alsamt meira vald í ítróttaheiminum. Málið rokkið Sum nevnt omanfyri, so hevur Janni alla tíðina trúð uppá, at hann kundi koma langt innan ítróttina, og verður hugt at, hvørji heiti hann hevur vunnið, kann ein bert geva honum rætt í hesum. Bæði einsamallur og tá kappast verður í pørum (saman við Jouku Ahola) hevur hann vunnið sterkastu kappingarnar í heiminum, men er so nakað eftir at stríðast fyri. Ja, tað er tað. Sum so er tað rætt, at eg einki havi eftir at vinna, men so má man bara seta sær sum mál, vinna kappingarnar umaftur - og umaftur, sigur hann. Metini hjá millum annað Magnus Ver Magnusson og Jón Páll Sigmarsson leggur hann ikki í at tosa um, men havandi úrslit hansara higartil í huga, er ikki óhugsandi, at Janne Virtanen eisini fer at røkka hesum. Finnlendingurin, sum eftir bert fimm árum longu hevur togað, lyft og borið seg upp á ovastu tindarnar í síni ítróttargrein. Bæði hava nakað at prógva Tá KÍ og B36 fara á vøllin í morgin, er tað fyrst og fremst æran, sum stendur upp á spæl. Gullmerkini munnu tey í øllum førum hava avskrivað Seinnu árini hava tað ofta verið dystir, við avgerandi týdningi fyri oddastríðið, tá KÍ og B36 hava tørnað saman. Soleiðis verður ikki í ár, og uttan at skula fara ov nógv í smálutir um hví og hvussu, kann helst staðfestast, at hjá hvørgum av liðunum hevur árið gingið eftir vild. Fara at stríðast Jens Kristian Hansen, liðskiparin á B36 liðnum sigur, at B36 hevur alt fólkið tókt til dystin. Tað vil tó siga tann parturin, sum enn er at finna í landinnum. Síðani felagið fyri góðari viku síðani segði farvæl við Pelle Andersson, hevur Piotr Krakowski staðið á odda fyri venjingini, og bæði hugburður og uppmøting hava verið góð. Jens Kristian ásannar, at hópurin sjálvandi er viknaður nakað á pappírinum, nú tríggir leikarar eru farnir burturav, men hinvegin leggur hann dent á, at teir, sum eftir eru, hava nakað at stríðast fyri. Vit síggja nógv fram til dystin, og vit fara so avgjørt til Klaksvíkar fyri at stríðast fyri okkara møguleika, sigur ein avgjørdur liðskipari. Hann ivast ikki í, at talan verður um ein tættan dyst, har viljin hjá liðunum báðum fer at hava sera nógv at siga. Stigini fara ongan veg Venjari hjá B36 tey trý seinastu árini hevur verið Tomislav Sivic, men í ár er hann venjari hjá KÍ. Hann sigur, at eingin leikari er forðaður av skaðum, men hinvegin hevur KÍ ikki færri enn trý leikbann at stríðast við sunnudagin. Hóast missurin av Rógva Jacobsen, Ova Nysted og Símun W. Høgnesen sjálvsagt hevur sítt at siga, so hevur Tomislav góðar vónir til dystin sunnudagin. Hann heldur, at hugurin at venja framvegis er góður hjá leikarunum, og satt at siga ivast hann ikki í, at KÍ fer at vinna dystin sunnudagin. Tað kann væl vera, at B36 ætlar sær at stríðast, men tað haldi eg teir heldur skuldu gjørt, tá B71 var á vitjan hjá teimum. Tey trý stigini sunnudagin verða undir øllum umstøðum verandi í Klaksvík, er heilsan hansara til árstalsfelagið undan uppgerðini. HB tekur ein dyst í senn Í HB vilja tey als ikki tosa um eitt møguligt gullmerki enn. Menn royna ístaðin at hugsa um ein dyst í senn Fyri mong hevur HB verið tað stóra positiva yvirraskilsið í ár. Undan kappingini varð sagt, at HB at kalla fór undir eina langtíðarætlan, har tosið um gull og heiður mátti bíða í nøkur ár. Nógvu ungu leikararnir hava tó tikið skjótt við læru, og eftir nakrar stigamissir tíðliga í kappingini, hevur gingið sum eftir ánnin hjá nýskipaða HB liðnum. Ja, somikið væl, at teir nú teljast millum heitastu biðlarnar til FM-gullið. Torfør uppgáva Hetta er tó als ikki nakað, sum teir vilja tosa hart um í HB húsinum. Vit taka ein dyst í senn, men í longdini er gullið sjálvandi onkustaðni í høvdinum, men tað tosa vit so slettis ikki um. Hetta sigur Rúni Nolsøe, sum aftur í ár er liðskipari hjá havnarmonnunum. Longu nú eru fólk farin at tosa um dystin á Toftum um eina góða viku, men hetta vil liðskiparin als ikki hoyra talan um. Eg eri fullvísur í, at uppgávan hjá okkum sunnudagin verður minst líka torfør, og tí eigur hon at takast í størsta álvara. GÍ hevur ofta staðið seg væl í Gundadali, og tað ætla teir sær helst eisini at gera í ár, heldur altso Rúni. Til dystin hevur HB annars allar leikarar tøkar. Eingi kort vórðu havd á lofti, tá oddadystur varð leiktur í Vági, og skaðar hevur heldur ikki verið talan um. Florin var leikbannaður ta ferðina, men nú er hann eisini tøkur aftur, og so er spurningurin, hvussu HB venjarin fer at blanda sær kortini hesu ferð. GÍ kann avgera FM Gøtumenn hava ikki sama trýstið á sær, sum HB leikararnir hava. Teir hava longu tryggjað sær atgongumerki til komandi europeisku kappingarnar, og í landskappingini er teirra leiklutur at kalla útspældur. Tó ikki meira enn so, at teir eftir øllum at døma koma at hava ein týðandi leiklut, tá avgerðin um FM-heitið skal takast. GÍ skal nevnliga royna seg móti øllum trimum gullbiðlunum, og kenna vit gøtumenn rætt, er einki at taka seg aftur í, at teir í øllum hesum dystum ætla at geva alt tað teir orka. Til dystin móti HB tykist einasta ivamálið at vera Jóan Petur Olsen, sum hevur drigist við ein skaða. Hóskvøldið var framvegis ikki greitt, um hann fær spælt við. Helgi L. Petersen er leikbannaður, eftir at gulu kort hansara eru vorðin ov nógv í tali, men vanliga sendir Johan Nielsen ellivu mans á vøllin, og tað ger hann allar helst eisini hesu ferð. VB hugsar bara um sunnudagin Vágamenn, sum av álvara kenna seg hóttar av niðurflyting, skuldu fara suður longu í gjárkvøldið Tað stendur heilt nógv upp á spæl, tá vágbingar seinnapartin í morgin fáa vitjan av vágamonnum. Um dreymurin hjá vágbingum um fyrsta FM heitið framvegis skal hava møguleika at gerast til veruleika, so skulu teir vinna. Um dreymurin hjá FSV um framvegias at hava møguleika at spæla í bestu deildini skal gerast til meiri enn ein dreymur, so skulu teir í hvussu so er hava eitt stig. Vandin er sjálvandi, at tað er lætt at undirmeta eitt botnlið, men tað vóni eg ikki, at vit fara at gera, og eg rokni heldur ikki við tí. Vit minnast allir, hvussu torført tað var, tá vit fyrr í ár vóru í Sørvági. Dysturin endaði 2-2, men vit vóru hepnir at javna í síðstu løtu. Ta ferðina spældu vit ikki væl, sigur Krzysztof Popczynski, spælandi venjarin hjá VB. Hetta er fyrsta ferðin, at VB er so tætt FM heitinum. Heldur tú, at tað er vandi fyri gummibeinum? Vit royna at útiloka hugsanina um medaljurnar og meistaraskapin. Vit taka bara ein dyst í senn. Hesa ferð snýr tað seg um FS Vágar. Um tað eydnast, so vita vit, at tríggjar aðrar torførar uppgávur bíða okkum, áðrenn tað verður greitt, hvørja endastøðu vit fara at røkka. Hjá vágbingum, sum hóskvøldið vandu í høllini á Vágseiði, eru allir spælararnir tøkir. Tað brennur undir FSV Í Vágum ásanna teir, at avrikið ímóti sumbingum var alt annað enn gott. Teir siga seg kortini ikki hava mist mótið. Longu í gjárkvøldið var ætlanin at fara suður til Vágs at fyrireika seg til dystin í morgin. Allir spælararnir hjá FSV eru tøkir uttan Tór-Ingar Axelsen. Ungi maðurin, sum Jógvan Martin Olsen fyri trimum vikum síðani nevndi at vera eitt av nýggju landsliðsevnunum, er framvegis plágaður av skaða. Í 1997 vann VB 4-1 á FSV á Vágseiði. Í 1996 var úrslitið 2-0 og í 1995 var úrslitið hjá Sumba/VB á heimavølli ímóti FSV 2-2. Uni skorar hvørja ferð Føroyski álopsmaðurin tryggjaði Akranesi pláss í íslendsku steypafinaluni, sum verður ímóti ÍBV 24. september Eftir at hann í nógvar vikur fyrr í summar var noyddur at liggja bakk, tí hann var skaddur í økslini, hevur Uni Arge, sum sunnudagin á Svangaskarði vísti, at hann er sera væl fyri, rættuliga fingið luft undir veingirnar fram ímóti endanum á kappingarárinum. Í morgin fær ÍA vitjan úr Keflavík. Talan er um næstsíðsta umfarið í Landssímadeildini, og teir á Akranesi vóna, at Uni Arge fer at gera eins nógv um seg, sum hann hevur gjørt tær síðstu ferðirnar. Áðrenn hann fór heim til Føroya at spæla landsdyst skoraði hann ímóti KR á útivølli í Reykjavík, so skoraði hann fyrra málið ímóti Slovenia á Svangaskarði, og mikukvøldið var hann aftur upp á spæl. Í hálvfinaluni í steypakappingini bendi alt á, at FH av Hafnafjørðinum skuldi vinna finaluplássið, og at teir av Akranesi skuldu standa vónbrotnir eftir við ongum. Tá vanliga leiktíðin var farin, var støðan 0-1. FH hevði eftir skjótálop lagt seg á odda, tá 70 minuttir vóru farnir. Dómarin legði fýra minuttir afturat, og tað vóru bara tjúgu sekund eftir av longdu leiktíðini, tá Uni Arge syrgdi fyri longdari leiktíð. Sum ein rættur boksspælari, sum teir plaga at kalla tað, var hann á rætta staðnum í málteiginum, tá innlegg kom innfyri. Uni setti skallan undir bóltin, sum spenti netmeskarnar, og harvið var neyðugt við longdari leiktíð. Einki mál kom í longdu leiktíðini, sjálvt um FH hevði ein risa møguleika, tá teir fingu brotsspark. Ólafur Þór Gunnarsson, málverjin hjá ÍA, var onnur av hetjunum hjá heimaliðnum. Hann bjargaði bæði brotssparkinum í longdu leiktíðini og einum brotssparki, tá tað var neyðugt at finna vinnaran í longdari leiktíð. Hin hetjan hjá ÍA var Uni Arge, sum skoraði uppá síðsta brotssparkið. ÍA skal spæla finalu á Laugardalsvøllinum í Reykjavík sunnudagin 24. september. Hetta verður 17. ferðin, at ÍA verður annar parturin í steypafinaluni. Uni Arge hevur eina ferð áður verið í finaluni. Tað var í fyrraárið, tá Leiftur tapti á Laugardalsvøllinum. Mótstøðuliðið hjá ÍA verður ÍBV úr Vestmannaoyggjunum. Heldur ikki hjá teimum stóð nakað serligt til. Teir spældu týskvøldið hálvfinalu á heimavølli ímóti Fylkiri, sum í síðstu løtu misti finaluplássið. Síðsti møguleikin Av nógvum verður mett, at møguleikin hjá Leiftri at halda fram í bestu deildini er mest sum fokin. Í morgin fáa teir á Ólafsfirði vitjan av Fram úr Reykjavík. Fram er triði niðast, og hjá Leiftri er setningurin púra greiður. Um nakar hugsningur skal vera um at halda fram í bestu deildini, so skulu teir vinna. Tað er ikki víst, at tað verður nóg mikið hjá Leiftri at vinna báðar dystirnar, sum eru eftir at spæla. Jens Martin Knudsen verður ikki á liðnum hjá Leiftri í morgin. Hann er leikbannaður. Í íslendskum fjølmiðlum hevur upp undir vikuskiftið verið gjørt ikki so lítið burturúr, at møguleiki er fyri, at Neville Southall, sum í mong ár var málverji hjá Everton og Wales, kanska skal vera venjari hjá Fram. Venjarin, sum teir hava havt í ár, hevur boðað frá, at hann fer ikki at halda fram. Teir hava lýst eftir nýggjum venjara, og Neville Southall hevur søkt. Rógvi verður við Við fíggjarligum stuðuli úr Vági, kemur Rógvi Johansen heim til FM í einkultstarti Rógvi Johansen boðaði hóskvøldið frá, at hann verður við, tá FM í einkultstarti skal avgreiðast leygardagin. Rógvi hevur áður víst á, at tað so at siga var ógjørligt hjá sær at koma heim til FM kappingarnar, tí hesar vóru spjaddar um fleiri vikuskifti, og at tað tí gjørdist ov kostnaðarmikið hjá sær at ferðast. Heimbygdin hjálpir Nú hava so fleiri vágbingar, saman við Fa. Ellen Dahl, traðkað til, soleiðis at fremsti súkklari okkara aftur kann verja FM-heitið. Eitt heiti, sum hann hevur havt seinastu seks árini. Rógvi sigur annars, at hann framhaldandi er av teirri áskoðan, at FM-kappingarnar áttu at verið avgreiddar um eitt vikuskifti. Møguliga skipað saman við einum umfari av Grand-Prix kappingini. At Rógvi leggur stóran dent á at verja heitið, er eingin ivi um. Hann hevur nevnliga givið avboð til eina Post-Danmark kapping, sum hetta vikuskifti verður á Sælandi, tí hann tekur FM kappingina fram um hetta. At hann er harmur um, at hann ikki fekk vart heitið á 100 km teininum er eingin loyna, men vón hansara er, at hetta kann lata seg gera komandi ár. Eitt FM. eigur og skal verða nakað serligt. Eitt FM. eigur og skal hava so nógvar av av okkara bestu súkklarum við og tað verður ikki gjørt við at draga kappingarnar, út yvir fleiru vikuskifti, sigur Rógvi Johansen, sum annars vónar, at uppmøtingin til kappingina verður fjølment. Stigatalvan Støðan í bestu mansdeildini undan vikuskiftinum Dystir: HB-GÍ NSÍ-B68 VB-FS Vágar KÍ-B36 B71-Sumba Tíðindi Peugeot 607 útsettur Peugeot 607, ið eftir ætlan skuldi koma til Danmarkar í heyst, kemur ikki fyrr enn um ársskiftið. Kelda: Motor Magasinet Honda á 1. plássi Hybrid motorurin á Honda Insight vann fyrsta pláss fyri "motorar undir 1 litur" og "bestu bensinøkonomi" á International Engine of the Year 2000 Kelda: Honda Auto Import A/S Smart politibilar Italska politiið, ið altíð hava koyrt í italienskum bilum, eru farnir at brúka Smart til at ansa eftir ferðslutrupulleikunum í Rom. Kelda: Motor Magasinet Ford Mondeo ST200 - ein úlvur í seyðaskinni Tá Ford skifti Taunus út við Sierra, var tað ein stór kollvelting, hvat designinum viðvíkti, ið ikki var so lætt hjá teimum vana-bundnu kundunum at góðtaka. Men Sierra bleiv ein "succes", og tað sama kann sigast um avloysarin, Ford Mondeo, sum er eins væl móttikin. Magnus Gunnarsson Stramman undirvogn Mondeo ST200 er ein úlvur í seyðaskinni, hann hevur sama karrossarí sum ein vanligur Mondeo, men motorurin og undirvognurin er heilt annarleiðis. Hann er eyðkendur av 17" sportfelgunum og hevur útstoyt í báðum síðum aftan, spoilara aftan og undir hurðunum. Bilurin er stúttur at koyra, lágprofildekkini og undirvognurin arbeiða væl saman, og hann virkar ikki harður, hóast hann hevur sportligar koyrieginleikar. Tað at bakhjólini hava Quadralink upphang, saman við strammum støddoyvarum, ger at hann stýrir uttan trupulleikar gjøgnum svingini. Eisini hevur hann ABS bremsur við elektroniskum býti av bremsukraftini (EDB), eins og Anti-spin (TCS) er standard. 205 hestar 2.5 l DOHC V6- 24V motorurin við 205 hk, er nakað heilt fyri seg sjálvan, við yvirskoti av kraft, uttan á nakran hátt at virka óstórsligur. Hann er sera ljóðleysur, bæði í tómgongd og tá hann kemur upp í ferð. Eisini er hann væl ljóðdoyvdur, so lítið hoyrist til hjólini og motorin inni í bilinum. Sannast má at tað er ein uppliving at koyra ein bil sum hendan, har alt er tilpassað hvørt eftir øðrum, motorurin, undirvognurin, setrini, fyri at nevna nakað av tí sum ger bilin so góðan at koyra. Recaro forsetur Av útgerð er m.a. tokulyktir í kúfangaranum framman, leðurrætt, Recaro forsetur við varma, el-síðurútar, sentrallás við fjarstýring, klimaanlegg og MicronAir filturskipan, dupult airbag framman og síðuairbag í stólarygginum, PATS startsperru , radio við kasettu og fløguspælara. Her hjá okkum kostar ST200 kr. 319.000,- at keypa, ið er næstan hundrað túsund bíligari enn í Danmark, men í sambandi við 75 ára hátíðarhaldið hjá P/F Wenzel, verður hann seldur fyri kr. 295.000,-. Sera fegin um frágreiðingina Bjarni Djurholm er ovfarin av, at ein stovnur kann taka so nógv í egnan barm, sum Strandferðslan ger í frágreiðingini um Bygdaleiðir. Saman við stovninum fer hann at loysa málið Eg eri sera fegin um frágreiðingina frá Strandferðsluni um Bygdaleiðir, sigur Bjarni Djurholm landsstýrismaður í samferðslumálum. Hann sigur seg vera ovfarnan av, at ein stovnur kann taka so nógv í egnan barm, sum Strandferðslan hevur gjørt í hesum máli. Hann vísir eisini á, at Strandferðslan m. a. sigur, at sáttmálarnir ikki eru nøktandi, at skipanin við Bygdaleiðum er avlagandi, og at hon ikki verður útnyttað optimalt, at nýtsluprosentið er í ósamsvar við bussstødd o. s. fr. Bjarni Djurholm sigur eisini, at hann longu í samandráttinum sær, at her er nóg mikið at tríva í. Skipanin ikki tíðarhóskandi Eg eri sera glaður fyri, at teir lýsa viðurskiftini so greitt, sum teir gera, tí hetta ger tað so nógv lagaligari hjá landsstýrinum og løgtinginum at taka neyðugu stigini, so tað ber til at fremja slíkar broytingar, sum Strandferðslan í hesum føri sjálv ynskir. Bjarni Djurholm hevur merkt sær, at Strandferðslan í størri mun heldur, at hon eigur at hava eina myndugleikauppgávu, soleðis at skilja, at hon skal leggja til rættis, samskipa, hava eftirlit og at annars skipa so fyri, at koyringin verður boðin út í kapping. Henda táttin ætli eg mær at taka upp saman við Strandferðsluni, so vit kunnu fáa handan partin av virksemi teirra meira marknaðarbæran. Frágreiðingin samanlagt ger neyðugu tiltøkin lættari at fremja, tí at teir sjálvir ásanna, at skipanin aftan á 20 ár ikki er tíðarhóskandi. Karmarnir ikki í lagi Bjarni Djurholm sigur, at Strandferðslan eisini vísir á, at nógv av tí, sum stovnurin fæst við, byggir á sáttmálar, sum eru bindandi, uttan tó at verða góðkendir av landsstýrinum. Eisini verður víst á, at lógarheimildir ikki rigga, sum tær skulu. Hetta merkir, at karmarnir um stovnin ikki eru í lagi. Tað er sera gott at vita, at at vit hava eina so greiða lýsing av trupulleikanum, tá vit skulu gera broytingar og tillagingar við stovninum. At Strandferðslan í størri mun skal hava myndugleikauppgávur merkir, at stovnurin meira fer at planleggja heldur enn at reka tann operativa partin við bussum, sigur landsstýrismaðurin. Tað verða gjørdir sáttmálar við privatar um tað økið. Politiskt skulu vit hava eyguni við, at Strandferðslan hevur eina veitaraskyldu, so vit vita, at borgarin altíð fær tað tænastustøðið, sum vit hava sett sum minsta mark. Spurdur um hetta í nóg stóran mun tryggjar útjaðaraøkini, sigur landsstýrismaðurin, at kravið um eitt minsta mark fyri tænastustøði skal tryggja, at útjaðarin ikki verður við skerdan lut. Um ikki hetta ber til við sáttmálum, so má stovnurin sjálvur inn sum operatørur í hesum førum, sigur Bjarni Djurholm SL sum stovnur ikki privatiserast Í frágreiðingini frá Strandferðsluni verður eisini nomið við trupulleikan, sum Bygdaleiðir hava av, at summir bólkar ferðast bíligari enn aðrir, og at børn undir sjey ár ferðast ókeypis. Hetta gevur trupulleikar, eitt nú tá barnagarðar fara útferðir o. s. fr. Flutningur av skúlabørnum ger eisini, at kapasiteturin er nógv størri, enn krøvini annars eru til ávísar farleiðir. Landsstýrismaðurin sigur, at her má finnast út av, hvat er uppgávan hjá Strandferðsluni, og hvat er kommunalar uppgávur. Hann hevur ikki eitt greitt svar, men heldur, at við støði í frágreiðingini átti at borið til at funnið út av hesum. Fólkaflokkurin hevur gingið á odda í tosinum um privatiseringar av almennum stovnum. Men Bjarni Djurholm vísir á, at tað sum so einki endamál er í sær sjálvum at privatisera Strandferðsluna. Vit mugu hava í huga, at her er talan um ein risa stóran stovn, sum í høvuðsheitum er býttur í trý: Oyggjaleiðir, Bygdaleiðir og Farmaleiðir. Tað frægasta er helst, at landsstýrið áleggur Strandferðsluni ein myndugleika, og at stovnurin so útlisiterar ymsu uppgávurnar, sigur Bjarni Djurholm. Hann vísir á, at skipini sjálvandi eru tann tyngsti parturin. Tey eru gomul, og har er tørvur á stórum íløgum. Men eg fari at byrja við Bygdaleiðum. Tá tað er fingið upp á pláss er hugsandi at fara í holt við Farmaleiðir, sigur landsstýrismaðurin, uttan tó at koma nærri inn á, hvussu hetta skal loysast. Bjarni Djurholm sigur, at hann hevur umrøtt øll hesi viðurskifti saman við stjóranum á Strandferðsluni, og at samskifti teirra millum er sera positivt. Hann sigur, at Vinnumálastýrið fer at gjøgnumganga allan stovnin saman við teimum og við støði í teirra egnu frágreiðingum. Men vit mugu minnast til, at Strandferðslan er ein stórur stovnur, sum ikki kann broytast frá degi til dags - men tað er sunt við góðum og kvalifiseraðum mótspæli, sigur landsstýrismaðurin. Nyhavn eitur nú Skansabryggjan >>Skansabryggjan<< og >>úti á Viðarnesi<< skulu nýggju havnarløgini í Havn nú eita Havnarnevndin í Havn hevur nú gjørt av, at nýggja bryggjan uttan fyri eystara mola í Havn skal eita Skansabryggjan. Vit hava havt fund um málið, og eg havi ráðført meg við aðrar býráðslimir. Semja er um at nýta uppskotið, sum Poul Mohr nevndi í Sosialinum herfyri: at kalla bryggjuna Skansabryggjan. Hetta sigur sigur Tórfinn Smith, sum er formaður í nevndini fyri Tórshavnar Havn. Hann sigur eisini, at nevndin hevur gjørt av, at nýggja havnarlagið vestanfyri, á Viðarnesi, stutt og greitt skal eita Úti á Viðarnesi. Nýggja havnarlagið uttan fyri molan er bygt á Skansaboðunum, og var tað tí, at Poul Mohr í samrøðu í Sosialinum skjeyt upp at nevna hana Skansabryggjan. Hann var troyttur av at hoyra fólk nevna økið Nyhavn. Tórfinn Smith vónar, at fólk og fjølmiðlar fara at taka væl ímóti nýggju nøvnunum. Leggjast kann afturat, at lat tað nýggja havnarlagið uttan fyri eystara mola eitur Skansabryggjan - eisini nýggja økið ytst á molanum. Milliardir brúkast uppá oljurisa á Atlantsmótinum Eftir øllum at døma kemur nú gongd á útbygging av nýggjum oljufeltum á Atlantsmótinum, vestan fyri Hetland. Nakað, sum eisini kann fáa óbeinleiðis týdning fyri oljuleiting við Føroyar. Stjórin í BP, eini av heimsins størstu fyritøkum, Sir John Browne hevur júst boðað frá, at felagið nú fer undir at útbyggja risastóra oljufeltið Clair, sum varð funnið í 1978. Einki hevur verið gjørt við feltið higartil, tí tað hevur verið mett tøkniliga sera trupult. Nú er tøknifrøðin so mikið framkomin, at tað verður mett ráðiligt og lønandi at fara undir oljuframleiðslu frá feltinum. 750 mill. dollarar eru settir av til framleiðslupall oa. ella umleið 5-6 milliardir kr. Framleiðslan skal byrja í 2004. Eisini er tað áhugavert fyri føroyingar og eina møguliga komandi oljuvinnu um okkara leiðir, at BP stjórin hevur givið grønt ljós til eina verkætlan uppá 500 mill. dollarar ella 3-4 milliardir krónur at leggja eina rørleiðing á havbotnin frá oljufeltunum Foinaven og Schiehallion (skamt frá føroyska markinum) til Sullom Voe oljuterminalin í Hetlandi og víðari til Magnus oljufeltið norðan fyri Hetland. Endamálið við hesum projekti er at flyta alt yvirskotsgassið frá Foinaven og Schiehallion via Sullom Voe til Magnus, har gassið verður sprænt niður í oljugoymslurnar fyri á tann hátt at fáa meiri olju upp næstu árini. Við hesum projektinum kann livitíðin hjá Magnus-feltinum longjast við fimm árum. Rørleiðingin er áhugaverd, tí hon er fyrsta roynd at flyta og selja gass frá einum felti á Atlantsmótinum. Hon er tí eisini fyrsta veruliga roynd at byggja upp ein infrastruktur í økinum, sum liggur tætt upp at leitiøkjunum á føroyska landgrunninum. Hetta kann tí koma at hava stóran týdning fyri komandi framleiðslu á føroyskum øki eisini í framtíðini, eitt nú um hugsað verður um komandi gassfund hjá okkum. Trupulleikin við gassinum er oftani tann, at tú sleppur ikki av við tað, tí eingin rørleiðing er. Nú verður so 1. stig tikið til slíka gassleiðing stutt frá føroyska leitiøkinum. Verkætlanin er eisini umhvørvisliga áhugaverd, tí nú slepst undan at koyra gass út í luftina. Ikki færri enn 3o oljufeløg hava verið við í tilrættaleggingini av verkætlanini, sum fer at fáa stóran týdning fyri oljuídnaðin í Bretlandi og ikki minst fyri lokalsamfelagið í Hetlandi. Og sum sagt fer hon eisini óbeinleiðis at fáa týdning fyri Føroyar sum komandi oljuland. GEM helst broytt í ár Nú hol er sett á 1. útbjóðingarumfar í Føroyum kemur hetta eisini at hava broytingar við sær hjá teimum, sum arbeiða við olju- og umhvørvismálum. Tá oljufeløgini av álvara fóru undir forkanningar sínar við Føroyar seinnu helvt av 90-unum varð avgjørt at seta á stovn ein felagsskap, sum fevndi um bæði føroyskar myndugleikar og oljufeløg. Endamálið var m.a. at samskipa umhvørvisarbeiðið undan oljuleiting í GEM. GEM hevur verið virkið á nógvum økjum síðani tá, og í løtuni verður arbeitt við at broyta ella tillaga GEM til komandi avbjóðingar. Innan fyri næstu mánaðirnar fer at koma eitt uppskot um, hvussu framtíðar GEM skal skipast. Ein orsøk til slíkar broytingar er tann, at tað nú verður farið frá einum stigi í oljutilgongdini til eitt annað - frá einum forkanningarskeiði til veruliga leiting og helst eisini framleiðslu. Broytingar kunnu eisini standast av, at fleiri av feløgunum, sum hava verið sera virkin í GEM, nú als ikki verða við í komandi leiting. Hvørji teirra vilja halda fram í GEM og hvørki taka seg fult og heilt úr Føroyaøkinum! Hetta eru spurningar, sum arbeitt verður við. GEM arbeiðir í løtuni við fleiri ymsum verkætlanum, sum ma. hava við umhvørvi og trygd at gera. Almenningurin kann fáa lutvíst innlit í arbeiðini, sum GEM ger, við at fara inn á heimasíðuna gem.fo Hilmar Eliassen (og ikki Danielsen, sum vit skrivaðu hósdagin í farnu viku) arbeiðir hjá Atlanticon og er GEM-samskipari. Hann tekur sær av virkseminum hjá oljufeløgunum í sambandi við GEM og samskipar arbeiðið. Hilmar Eliassen tók við starvinum 1. mars í ár eftir Dávid R. Hansen. Uppgávurnar hjá GEM verða umsitnar av Atlanticon, sum heldur til á Bryggjubakka í Havn. Hilmar Eliassen er útbúgvin cand.merc.jur. Hann arbeiddi sum fulltrúi í Fíggjarmálastýrinum eitt skifti og áðrenn hann kom til Atlanticon arbeiddi hann á lógardeildini hjá Saga Petroleum í Oslo. Oljuskip til Havnar at skifta manning Nú fyrstu loyvini eru latin til oljuleiting við Føroyar kunnu vit rokna við at síggja útlendsk oljuútgerðaskip oftari í føroyskari havn. Oljufeløgini vilja við hesum vísa, at tey longu nú vilja gera brúk av føroyskum vørum og tænastum. Teinurin frá oljufeltunum á bretskari síðu til Føroya er nakað tann sama sum at fara til havn í Skotlandi ella oyggjunum har. Mánadagin kom Highland Spirit, sum er í charturi fyri BP á Schiehallion feltinum á Havnina at skifta manning og bunkra olju og vatn. Skipið er útgjørt sum bjargingarskip og kann taka upp til 300 fólk. Á middegi í gjár komu 13 mans við flogfari og 13 fóru avstaðaftur. Tað er Thor, sum er umboð fyri reiðararíið. Veðrið Hátrýstið við Føroyar fer í landnyrðing og eitt brúgvalag yvir Íslandi kemur móti Føroyum. Lágtrýstið yvir Grønlandsfjørðinum fer í landnyrðing og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum mikukvøldið. Veðrið í dag: Gul til stívt andøvsgul av eystri og yvirhøvur turt og sólglottar, men um kvøldið veksur hann vindin av landsynningi og møguliga regn. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið mikudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og regn av og á. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið hósdagin: Gul til stívt andøvsgul av suðri og stundum regn. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Lot til andøvsgul av útsynningi og vestri og stundum regn ella ælingur. Hitin millum 8 og 12 stig. í gjár: Hátrýstið við Føroyar fer í landnyrðing og eitt brúgvalag yvir Íslandi kemur móti Føroyum. Í dag: Lágtrýstið yvir Grønlandsfjørðinum fer í landnyrðing og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum mikukvøldið. Góður fiskiskapur eystanfyri >>Sundaberg<< hevur 600 tons inni í flaki eftir fiskiskap í 2 mánaðir Ólavur í Beiti Fiskiskapurin eystan fyri hevur verið rættiliga góður seinastu tíðina. Í nakrar dagar yvir 2 mánaðir hevur >>Sundaberg<< fiskað nakað yvir 600 tons, so talan hevur verið um rokfiskiskap hjá >>Sundaberg<<. Tá ið vit høvdu stjóran í JFK Trol, Hanus Hansen, í telefonini, hevði hann júst tosa við >>Sundaberg<<, og sum skiltist, hevði ikki verið so nógv at fingið seinasta døgnið. >>Sundaberg<< tekur eini 900 tons. Tvey loyvir Síðan JFK Trol seldi >>Skálaberg<< til Grønlands hevur felagið tvey loyvir og bert ein trolara, so >>Sundaberg<< hevur nóg mikið av kvotu. Skuldi staðið á at fiska kvotuna hjá >>Sundaberg<<, er >>Sjúrðraberg<< tøkur. Í løtuni fiskar >>Sjúðraberg<< rækjur á Flemmish Kap og hevði gott 300 tons í lastini. >>Enniberg<< og >>Akraberg<< eru eisini eystanfyri. Erik Olsen í Smiðjuni í dag Rituvíkingurin Erik Olsen, sum hevur búð í Íslandi og Danmark síðstu mongu árini, letur seinnapartin í dag upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Talan er um prýðislutir og brúkslist úr kopari, stáli, granitti og øðrum tilfari, ið verða sýndir fram undir merkinum >>Erik Olsen Design<<, og eru lutirnir á framsýningini yvir 50 í tali. Síðstu 10-15 árini hevur Erik Olsen miðvíst arbeitt við at gera ymsar lutir úr komprimeraðum stáli og kopari og granitti, og gjarna leggur hann stóran dent á, at skap, litir og funktión skulu ganga upp í eina hægri eind, samstundis sum handverksliga dygdin hevur nógv at siga. >>Erik Olsen Design<< fevnir í dag um alt frá fleiri røðum av ljósastakum og skálum til borð, stólar og spegl, har omanfyri nevnda tilfar er afturvendandi í øllum listaverkunum. Bygdamaðurin hjá Eriki, Hans Tausen Olsen, býráðslimur í Runavík, fer í dag kl. 17 at seta framsýningina, sum verður opin komandi tvær vikurnar, til sunnudagin 24. september hvønn dag frá kl. 14 til 20. STROK & SNIRR So er barna- og ungdómsblaðið Strok & Snirr aftur í skúlunum og í leysasølu! Nú eru tvey ár síðan, at 45 ára gamla Barnablaðið varð hamskift: Blaðstjórnin setti sær fyri at gera blaðið meira nútíðarhóskandi, og fyrsta kravið var tá, at tað skuldi vera í litum, alt sum tað var. Síðan skuldi tað býtast sundur soleiðis, at tað skilliga vendi sær bæði til teir yngru og eldru børnini. Hetta varð gjørt við at gera blaðið sum tvey bløð í einum við hvør sínum heiti: Snirr til tey yngru, og Strok til tey eldru. Byrjar tú úr øðrum endanum, eitur blaðið t.d. Strok, men tá ið tú ert komin á opnuna í miðjuni, mást tú venda blaðnum á høvdið, og byrjar tú aftur fremst, er blaðið Snirr. Á opnuni í miðjuni er ynskimyndin, sum øll kunnu ynskja sær. Í fyrsta blaðnum hesuferð er mynd av einum fittum hundi, og í tí næsta blaðnum verður tað sangbólkurin Westlife. Hesar myndir hava lesararnir sjálvir valt. Innihaldið er sera fjølbroytt: Í hvørjum Stroki er nakrar síður um okkurt serligt evni, har vit eisini práta við fakfólk og ung. Hesuferð snýr tað seg um at standa á tónleikapalli og syngja ella spæla. Tíðindafróða sigur tíðindi úr øllum herðarhornum, og afturvendandi eru forvitnisligar frásagnir úr søguni, Blits - súrt og søtt um tey kendu, uppgávusíður, gaman, teknisøgur, krossorðagáta o.m.a. Í Snirri sigur Tíðindafróði tíðindi, Gløggi Blokk greiðir frá ymiskum vísindaligum, hesuferð um alnótina, har eru søgur, teknisøgur, úr bíbliusøguni, fleiri uppgávusíður o.m.a. Í fleiri førum ber til at senda loysnir inn og sostatt vera við í lutakasti um at vinna fløgur, ymiskar bøkur o.a. Aftur í ár verður skipað fyri haldarakapping við stórum vinningi: Ein av teimum nýggju Sony-playstation á jólum, og so verður aftur stórur vinningur komandi summar. Umframt hesar vinningar eru 4 smærri vinningar frá Føroya Bjór at vinna í hvørjum blaði. Blaðið kemur út 8 ferðir í skúlaárinum, tað er 40 bls. í litum. Tey flestu tekna seg sum hald arar í skúlunum, og tá er haldaragjaldið kr. 120 fyri alt skúlaárið. Tað ber eisini til at fáa blaðið sendandi við postinum. Tá kostar tað kr. 120 + postgjald. Snirr & Strok verður eisini at fáa í bókhandlum og stórum kioskum fyri 20 kr. blaðið. Snirr & Strok verður umbrotið, prentað og heft á Pf. Dimmalætting. Í blaðstjórnini eru Niels Jákup Thomsen, blaðstj., Beinta Johannessen, Jonna Olsen og Eyðna Magnussen. Skrivið á føroyskum tað er best fyri Føroyar! Fyri kortum sendi landsstýrismaður eitt skriv til ráðharra í Danmark - á føroyskum - sjálvandi! Men spurningurin er um tað er so klókt. Tí vandi er fyri, at móttakarin als ikki dugir at lesa brævið. Loysingarpolitikkur At loysingarsamgongan nú krevur, at øll onnur skulu lesa føroyskt og helst eisini svara okkum aftur á føroyskum, eru sjálvandi øll her á landi glað ivir. Tí nú má vera liðugt hjá okkum at læra okkum nakað fremmant mál. Vit kunnu hereftir blaka allar útlendskar bøkur burtur, ella brenna tær - spilluna - sum onkur gjørdi fyri nøkrum árum síðani. Øll hini kunnu bert læra seg føroyskt, og tey kunnu byrja við ð. Fíggjarligur møguleiki? Møguliga kann mentamálaráðharrin bjarga fullveldiskollapsinum fíggjarliga, við at geva skeið á føroyskum til allar milliónirnar av fólkum, ið nú koma higar at læra seg føroyskt, av tí at landstýrið nú er farið at "kommunikera" á føroyskum máli á "internationala leikpallinum". Stokkut var gleðin Men "tíverri" skuffaði Landsstýrið álvarsliga. Í Dimmu ídag er at lesa eitt skriv frá Føroya Landstýri - á enskum máli. Tað hevði lyndi at trútna kring eyguni! Ein spyr seg sjálvan, hvat meiningin er? Hví svíkir loysingarlandsstýrið føroyska málið á slíkan hátt? Mitt í fullveldissvansinum? Er nakað í vegin við at senda eitt skriv til NATO-ovastan á føroyskum?. Eg vil so vóna, at ST aðalskrivarin, Kofi Annan, fekk skrivið frá føroya landsstýri á skærum føroyskum máli! Í hesi loysingartíð kunnu vit rokna við, at tá ið ein danskur ráðharri kann lesa føroyskt, so kunnu bæði NATO ovastin og ST aðalskrivarin enn betur lesa føroyskt. Tí í eini fullveldistíð er danin tann býttasti av teimum trimum. Og uttan nakað kjak stendur føroyingurin omanfyri allar og øll hini. Áheitan Sum Sambandsmaður fari eg hervið at heita á Føroya Landstýri um at kommunikera við øll útlendsk lond og stjórnir á føroyskum máli - bæði í skrift og talu. Tað tænir føroysku tjóðini best. Tað hava úrslitini higartil víst. Vinarliga Marjus Dam, Løgtingsmaður Nýtt bræv til S.T. Vit skulu loyva okkum at vísa til brævaskifti um samráðingarnar millum Føroyar og Danmark um at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt ríki, nevnliga bræv til tygara frá løgmansdeildini í føroysku stjórnini, skjal nr. 400-01-0002/2000, dagsett 26. juli 2000, bræv somuleiðis til tygara frá danska uttanríkisráðharranum, skjal nr. JT.1, 8.H.36, dagsett 23. august 2000, eins og bræv tygara til løgmansdeildina í føroysku stjórnini, dagsett 29. august 2000. Eisini skulu vit vísa til bræv okkara til aðalskrivara tygara, dagsett 10. februar 1996, har vit vegna 3094 borgarar í ríki okkara gjørdu vart við, at Danmark í stríð við altjóða sáttmálar, sum tað sjálvt hevur undirritað, viðger okkum sum eina koloni. Avrit av hesum seinast nevnda brævi er, eins og tygum kunnugt, sent til øll limalondini í ST. Danski uttanríkisráðharrin sigur í sínum brævi, at Føroyar eru ein partur av tí danska kongsríkinum. Tað undrar okkum, at danska stjórnin boðar alheimssamfelagnum frá hesum, tí sum vit hava greitt frá í nevnda brævi okkara, boðaði sama danska stjórnin tann 14. september 1995 okkum frá, at hon ikki megnaði at siga, nær og hvussu Føroyar eftir 14. januar 1814 vóru vorðnar ein partur av Danmarkar ríki. Men tá Danmark ikki kann siga, nær ið hetta skal vera farið fram, ber hetta við sær, at einasta heimildin, danska stjórnin hevur til at umboða okkum mótvegis umheiminum, er tann sáttmáli, sum vit gjørdu við Danmark tann 29. august 1450. Hesin sáttmálin ásetur, at partarnir hava somu rættindi og skyldur í felagsskapinum. Tað sum Danmark gjørdi við brævi sínum til okkara í 1995, var at bróta henda sáttmála. Danmark sýtti okkum nevnliga at fáa ein tjóðfund, sum skuldi gera av, hvussu vit skuldu stýra ríki okkara, eins og danska tjóðin hevur rætt til at stýra sínum. Hervið fór Danmark við okkum sum við eini koloni, men heldur ikki koloniir eru partar av tí veldi, sum umboðar tær í altjóða samskifti. Tað er tí heimildarleyst at danski uttanríkisráðharrin boðar ST frá, at Føroyar eru ein partur av danska kongsríkinum. Síðan ST-felagsskapurin varð stovnaður hevur hann barst fyri, at koloniir skulu sleppa at fáa ræði á egnum viðurskiftum, og sum føroyska stjórnin hevur boðað frá við brævi sínum dagsettum 26. juli, hava Føroyar nú sett sær fyri at fáa hetta ræði. Við brævi sínum dagsettum 23. august játtar danska stjórin sjálv, at hon hevur tikið upp samráðingar við føroysku stjórnina um, at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugt ríki. Um so var, at danska stjórnin ikki hevði brotið tann sáttmála, sum er um viðurskiftini millum okkum og danska ríkið, so høvdu vit heimild til at hava eitt ávíst samskifti við altjóða samfelagið, tí tann sáttmálin áleggur okkum bert skyldu til at vera saman við Danmark í kríggi. Men nú, danska stjórnin viðger okkum sum eina koloni, og samstundis góðkennir, at vit kunnu gerast sjálvstøðugt ríki, hevur danska stjórnin eftir øllum ásetingum í altjóða rætti givið okkum loyvi til at fyrireika stovnssetingina av einum nýggjum ríki. Ein natúrligur partur av hesum arbeiði er at seta seg í samband við onnur ríki og sjálvsagt somuleiðis við ST. Tað undrar okkum tí almikið, at danska stjórnin skal siga ST frá, at føroyska stjórnin ikki hevur nakra heimild til at seta seg í samband við altjóða samfelagið, tí hesa heimild hevur Danmark sjálvt givið føroysku stjórnini við at taka upp samráðingar við hana um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt ríki. Ein av teimum skyldum, sum koloniveldini hava mótvegis kolonium sínum, er at geva teimum eitt frælst val um tilknýti uttan at nakað fíggjarligt trýst verður framt. Men í teimum samráðingum, sum higartil hava verið millum føroysku og donsku stjórnina, hevur danska stjórnin boðað frá, at hon ikki hevur í hyggju at fylgja hesi altjóða reglu, men vil síggja til, at lívskorini í Føroyum versna við 20%, um Føroyar gerast sjálvstøðugt ríki. Orsøkin til, at danska stjórnin hevur møguleika til at hótta á slíkan hátt, er at í 1946 var ein fólkaatkvøða í Føroyum har ein greiður meiriluti samtykti, at Føroyar skuldu gerast sjálvstøðugt ríki. Fyri at forða fyri at hetta gjørdist veruleiki, setti danska stjórnin eina ætlan í verk, sum hevði til endamáls at Føroyar skuldi gerast ósjálvbjargnar. Hetta varð gjørt við at danska stjórnin galt ein part av føroysku fíggjarlógini. Avleiðingarnar av hesum politikki hava verið, at Føroyar, sum í 1946 var tað ríkasta av Norðurlondum, nú eru tað fátækasta av hesum londum. Við nú at bróta sína altjóða skyldu til at hjálpa okkum burtur úr hesi mannminkandi støðu, sum er úrslit av miðvísum donskum politikki, vónar danska stjórnin, at samráðingarúrslitið verður so vánaligt, at tað ikki verður samtykt av føroyska fólkinum. Men tað Danmark hevur altjóða skyldu til, er at geva okkum eina fíggjarliga skipan, so at vit fara at hava eitt frítt val. Tað er hesa skyldu, sum Danmark ikki hevur hildið í teimum samráðingum, sum higartil hava verið millum partarnar, og tí taka vit fult út undir við, at stjórn okkara vendir sær til ST fyri at fáa greiði á hesum máli. Vinarligast Vegna Fólkaítakið fyri tjóðfundi Missiónsstevna Tíðindaskriv frá samkomuni Rhema Í døgunum 15.-17. sept. 2000 fær samkoman Rhema í Havn vitjan av kenda danska prædikumanninum og pastorinum Jørn Hyldgaard. Hann hevur áður verið í Føroyum og hildið møtir, ið hava verið til stóra signing fyri nógv fólk. Dagliga so er Jørn Hyldgaard pastor og leiðari fyri samkomuni Troens Ord í Brande og missiónsfelagsskapi teirra nevndur INTO (International Out-Reach). Hesin felagsskapur fyriskipar missiónsferðir, bólkatúrar, neyðhjálparsendingar, venjingarskúlar o.a. Neyðhjálpararbeiði hjá teimum er eini 3 ára gamalt og tey arbeiða bæði í Hvítarusslandi, Bulgaria, Rumenia og Moldavia. Tey hava eina stóra neyðhjálpshøll, sum er 2000 m2 til støddar. Ígjøgnum hetta arbeiðið hevur INTO upplivað stóra signing, og hjálpin hevur latið ótrúliga nógvar hurðar upp í samband við missiónsarbeiði teirra ymsastaðni, serstakliga í Eysturevropa. Hesa ferð er evnið: Missión og hvønn týdning hetta hevur í dag. Annars er at siga um Jørn Hyldgaard, at hann er ein sera humoristiskur talari. Tú sleppur frá at keða teg á møtum hansara. Hann biður fyri sjúkum og ofta fær hann profetisk orð Missiónsstevnan byrjar fríggjakvøldið kl. 8. Nærri verður lýst í bløðunum nær møtini verða. NATO kann tryggja tilbúgvingina Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum heldur, at Føroyar eiga at gerast limir í NATO sum skjótast. Ein av fyrimununum við hesum er, eftir hansara tykki, at vit skjótt og lætt fáa eina væl virkandi tilbúgvingarskipan Stóð tað til Bjarna Djurholm, landsstýrismann úr Fólkaflokkinum, høvdu Føroyar fyri langari tíð síðani tikið upp samband við NATO um eina samstarsavtalu. NATO er trygdin fyri, at vit liva í einum tryggum vesturheimi, og tí haldi eg, at tað hevði verið púra náttúrligt, at vit vóru limir í felagsskapinum, sigur Bjarni Djurholm. Landsstýrismaðurin er greiður yvir, at hetta ikki er aktuelt í verandi ríkisrættarligu støðu, men fáa vit eina nýggja skipan, har vit átaka okkum uttanríkispolitiska partin, heldur hann málið avgjørt vera aktuelt. Eisini ivast Bjarni Djurholm í, um vit yvirhøvur sleppa at vera uttan fyri verjufelagsskap, um vit fáa ábyrgdina á uttanríkispolitiska økinum. Fleiri fyrimunir Nýklækti landsstýrismaðurin vísir á fleiri fyrimunir, vit høvdu fingið við NATO limaskapi. Millum annað vísir hann á, at vit uttan hóvasták kundu fingið eina væl skipaða og væl virkandi tilbúgving innan NATO karmar. Føroysk bjargingarfeløg, Vaktar- og Bjargingartænastan og aðrir líkandi felagsskapir og tænastur kundu verið meira samskipað, undir nøkrum karmum, sum eru galdandi í NATO, heldur Bjarnir Djurholm. Úrslitið, heldur hann, hevði verið, at vit fingu væl virkandi verjuskipanir og tilbúgving, sum eru átakar teimum, vit kenna í londunum kring okkum. Afturfyri skuldu vit einas latið NATO ymsar hentleikar í verjuhøpi í Føroyum. Føroyskur herur óneyðugur Hóast flestu limalondini í NATO hava her, heldur Bjarni Djurholm ikki, at tað fer at verða neyðugt við einum føroyskum heri. Men krevur NATO, at føroyingar eru við í hertænastu, ivist eg onga løtu í, at vit kundu gjørt samstarvsavtalu við danir, sigur landsstýrismaðurin. Bjarni Djurholm roknar tó kortini ikki við, at NATO hevði kravt hetta av okkum. Heldur roknar hann við, at NATO hevði kravt, at vit settu land- og sjóøki av til venjingar og møguliga til verjustøðir. Og tað er eftir hansara fatan eingin trupulleiki. Samráðingarnar oyðilagt samskiftið At danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen, hevur sýtt løgmanni at hitta Lord Robinson, NATO aðalskrivara, á máli um møguligan limaskap í Partnership for Peace, heldur Bjarni Djurholm vera orsakað av fullveldissamráðingunum. Vit skuldu fyri langari tíð síðani havt umrøtt hetta mál við NATO. Nú er trupulleikin tann, at onnur áhugamál í sambandi við fullveldissamráðingarnar verða vavd upp í ynski føroyinga at tosa við NATO, og tí sýtir uttanríkisráðharrin løgmanni at koma á tal við NATO aðalskrivaran, sigur Bjarni Djurholm. Tað gleðir kortini landsstýrismannin, at tað nú tykist vera breið politisk undirtøka í samgonguni fyri støðuni, Fólkaflokkurin hevur havt fyri samstarvinum við NATO fara mansaldurin. Prísirnir á bensini og olju hækka enn meiri Hóast oljulondini hava samtykt at hækka framleiðsluna, fer hetta ikki at føra til lægri prísir enn á sinni, siga serfrøðingar. Tvørturímóti hækka prísirnir í Føroyum munandi longu aftur í dag Enn eru ongi útlit til at prísirnir á olju og bensini fara at lækka aftur. Tvørturímóti verður enn ein munandi príshækking sett í gildi í Føroyum longu aftur í dag. Prísirnir hjá Shell hækka 15 oyru fyri liturin, bæði prísurin á bensini, diesel og á brenniolju. Hákun Djurhuus, stjóri á Shell sigur, at tað er vónleyst at siga nakað um, hvussu prísgongdin verður í framtiðini. Men hann heldur ikki, at tað er nakað, sum talar fyri, at hann fer at lækka í næstum og møguliga eru enn fleiri hækkingar á veg. Eftir hækkingina í morgin fer ein litur av blýfríum bensini at kosta 8,95 krónur hjá Shell, ein litur av kalium bensini fer at kosta 9,08 krónur, ein litur av diesel kemur upp á 5,40 krónur. Harafturat fer brennioljan til húsarhaldini at kosta 4,47 og eitt hálvt oyra fyri liturin og oljan til skipini fer at kosta 2,97 krónur fyri liturin. Ger ongan mun Annars vóru tað mong, sum høvdu sett sítt álit á, at prísirnir fóru at lækka, nú oljulondini í OPEC skuldu hittast á fundi í eysturríkska høvuðsstaðnum, Wien, sunnudagin, at umrøða oljuprísirnar. Bæði USA og ES hava lagt hart trýst á OPEC fyri at fáa oljulondini at økja framleiðsluna fyri at tálma teimum høgu prísunum. Og á oljufundinum sunnudagin varð eisini samtykt at hækka framleiðsluna 800.000 tunnur um dagin, hetta er ein hækking upp á 3%. Sambært útlendskum fjølmiðlum skuldi hækkingin setast í verk frá 1. oktober. Men tað skilst á oljuserfrøðingum, at tað eru ongi útlit til, at brúkararnir fara at merkja nakað til hesa framleiðsluøkingina, í hvussu so er ikki fyribils. Víst verður á, at veturin stendur fyri durum og at oljugoymslurnar eru frammanundan í botni. Samstundis fer tað at taka eina tíð, áðrenn oljan, sum verður framleitt meir, er reinsað og annars komin ígjøgnum alla skipanina, út á marknaðin. Og tað eru eru eisini serfrøðingar, sum vilja síggja framleiðsluøkingina í verki, áðrenn teir trúgva nøkrum, og áðrenn teir kunnu siga nakað um útlitini, tí viðhvørt er langt ímillum orð og gerðir hjá OPEC londunum, verður sagt. So tað verður neyvan enn á sinni, at brúkararnir fara at merkja nakað til framleiðsluøkingina og at prísirnir fara at lækka. Í besta føri kunnu vit rokna við eini lítlari lækking í næstum, siga tey, sum hava skil fyri oljuprísum. Hetta sást eisini á marknaðinum summastaðni í gjár, tá ið prísurin fall næstan ein dollara fyri tunnuna. Men hetta lítla prísfallið kom, eftir at prísirnir vóru komnir upp á 35 dollarar fyri tunnuna, sum er met, eftir, hvat sigst. Hetta er tríggjar ferðir so nógv, sum tunnan kostaði fyri einum ári síðani. Øllum hesum metingum er Hákun Djurhuus, ikki ósamdur í. Men hann sigur, at prísurin á olju er m.a. ein spurningur um, hvussu stórur partur av honum byggir á verulig kostnaðarlig viðurskifti, og, hvussu stórur partur er ein avleiðing av, at fjáltur er á marknaðinum. Tað kann vera, at OPEC fundurin sunnudagin hevur tikið tað ringasta trýstið av marknaðinum, so at prísirnir kanska linka eitt lítið sindur, sigur Hákun Djurhuus. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Statoil, men tað plagdi so vera, at tá ið eitt oljufelag hækkar prísirnar, hækka prísirnar hjá Satoil eisini. 40 milliónir eyka til almanna- og heilsumál Tingið skal í næstu viku viðgera eitt eykajáttanaruppskot á 50 millónir frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. 40 milliónir av hesum fara til lógarbundnar útreiðslur innan almanna- og heilsumál Almanna- og Heilsumálastýrið, Strandfaraskip landsins og Oljumálastýrið fáa meginpartin av peninginum í eykajáttanaruppskotinum, Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í næstum fer at leggja fyri tingið. Av teimum 50 millónum krónunum, uppskotið ljóðar uppá, fara 40 milliónir krónur til Almanna- og Heilsumálastýrið. Tað mesta av hesum fer til lógarbundnar útreiðslur. Strandfaraskip Landsins fáa 3,5 millónir á eykjáttanaruppskotinum. Orsøkirnar til hetta eru tvær. Onnur er, at Skipasýnið hevur kravt, at Dúgvan og Tróndur økja manningartalið við tveimum monnum hvør. Talan er um GMDSS Radiooperatørar, sum Skipaeftirlitið metir vera neyðugar umborð á hesum skipum, tá uppgávurnar hjá yvirmonnunum orskað av lágum manningartali vera aðrar enn tað vanliga radiosamskiftið, um skipið kemur í neyðstøðu. Lønin til hesar fýra menninar verður roknað at liggja um eina millión. Hin orsøkin er, at oljuprísurin er vorðin so høgur, at tað er vorðið dýrari at reka strandfaraskipini. Restin av eykjáttanaruppskotinum fer millum annað til asfaltering av vegi til brennisstøðina í Leirvík og til umsiting av láni hjá Realinum. Eykajáttanaruppskotið fyri september tað fimta uppskotið, Fíggjarmálastýrið hevur langt fyri tingið í ár. Harafturat hevur tingið samtykt eitt eykajáttanaruppskot á 6,3 milliónir frá andstøðuni og trý fíggjarnevndarskjøl. Karmarnir um kollektivu ferðsluna ótíðarhóskandi Í drúgvari kanning frá Strandferðsluni um Bygdaleiðir verður m. a. stafest, at karmarnir um kollektivu ferðsluna ikki eru endurskoðaðir seinastu 20 árini Í síðstu viku lat Strandferðslan landsstýrismanninum í samferðslumálum, Bjarna Djurholm eina drúgva frágreiðing um Bygdaleiðir, har stovnurin mælir landsstýrismanninum sum skjótast at fyrireika formligar karmar hjá Strandferðsluna at virka innanfyri, herundir eisini Bygdaleiðir, at orða ein samferðslupolitikk, herundir politikk um kollektiva ferðslu og viðgerð av frágreiðingini um Karmar fyri framtíðar virkseminum, sum frágreiðingin kallast. Í arbeiðsbólkinum hava umframt Reidar Nónfjall, stjóri eisini sitið Heri Joensen fólkaflutningleiðari og Helgi Nielsen, roknskaparleiðari. Í frágreiðingini sigur Strandferðslan, at formligu karmarnir um kollektivu ferðsluna í Føroyum eru ótríðarhóskandi, og at teir ikki eru endurskoðaðir tey seinastu 20 árini. Tað er neyðugt, at virksemið innan kollektiva ferðslu verður lagt í støðugar karmar soleiðis, at eitt málrættað arbeiði kann gerast fyri at menna henda partin av tænastunum hjá 'ti almenna. Tað verður eisini staðfest, at galdandi sáttmaáttmálar um busskoyring eru ikki nøktandi. Teir eru ógreiðir og eru ikki í nóg stóran mun til fyrimuns fyri landið. Tað er eisini ov trupult hjá øðrum arbeiðstakarum at koma inn á marknaðin fyri rutukoyring, og at henda skipan tí kann virka avlagandi upp á kappingina. Koyrisáttmálarnir hava í hesum fimm ára skeiði havt við sær bruttoútreiðslur upp á tilsaman s um 100 milliónir krónur. Sáttmálarnir eru bindandi, men eru SL kunnugt ikki góðkendir av landsstýrinum og tað fyriligur heldur eingin lógarheimild til at binda landskassan á henda hátt fíggjarliga. Harafturat er busskoyringin ongantíð boðin út í almennari kapping, sum er við til at tryggja bestu og bíligastu tænastuna. Næstan øll feløgini hava bara ein buss og gevur hetta m. a. ongar stórrakstrarfyrimundir, við atliti til útnyttan av kapasiteti, effektivan rakstur, fyrisiting, innkeyp av eykalutum, viðlíkahald o. ø. Hetta er við til at dýrka avtalurnar munandi, sigur frágreiðingin frá Strandferðsluni. Galdandi sáttmálar fara úr gildi 31. desember í ár. Maður druknaður í Árnafirði Stutt áðrenn middag kom ein alibátur í Árnafirði fram á ein mann, sum fleyt druknaður í sjónum Ein alibátur í Árnafirði kom í morgun fram á ein mann, sum lá og fleyt lívleysur í sjónum. Manningin á alibátinum bar skjótt at, fekk drigið mannin umborð á alibátin og bað um hjálp. Tá maðurin var komin umborð á alibátin sýntist, at hann kortini ikki var deyður. Hann varð í skundi fluttur á Klaksvíkar Sjúkrahús, men doyði áðrenn hann kom á staðið. Løgreglan í Klaksvík sigur, at maðurin var farin einsamallur á flot við bátinum. Persónbilatalið vaksið 25 prosent Ein av stóru broytingunum við kollektivu ferðsluni í Føroyum er, at persónbilatalið er vaksið við 1.771 bilum - 25% síðani 1994 Bussarnir hjá Bygdaleiðum eru í ringum standi. Hetta verður staðfest í kanningin hjá Strandferðsluni um Bygdaleiðir. Miðalaldurin á bussunum er 11 ár, og má tað metast at verða ov høgt, staðfestir kanningin. 61% av bussunum eru yvir 12 ár, og teimum tørva stórar ábøtur ella eiga at vera skftir út. Hetta hevur m. a. við sær stórar útreiðslur til viðlíkahald og renoveringar. Bara 26% av bussunum eru í so góðum standi, at teir ikki krevja ábøtur. Nakað væl eftir á mál Seinastu trý árini eru nakrir bussar skiftir út, í førum, tí tað beinleiðis var neyðugt fyri, at raksturin ikki skuldi steðga upp. Støðan er tí bøtt eitt sindur við útskiftingum, men nakað væl er eftir á mál. Útskiftingar av bussum, sum standa fyri framman, hava við sær stórar útreiðsluhækkingar til rentur og avskrivingar, um so er, at núverandi rakstrarskipan heldur fram. Nógvir partar eru, sum í felag eiga at samstarva fyri at skapa nøktandi karmar fyri at reka kollektiva ferðslu. Hetta samstarv eigur at virka betur, heldur Strandferðslan. Umframt bussarnar, so eru heldur ikki allir vegirnir nóg forsvarligir at flyta fólk eftir, og mælir Strandferðslan til, at stig verða tikin til at fremja neyðugar broytingar og ábøtur. Barnagarðar krevja nógv Flest allir brúkarar av Bygdaleiðum fáa sersømdir í sambandi við gjald av flutningi. Hetta verður seg við mánaðarkortum, skúlakortum o. l., sum geva sera stóran avsláttur.. Børn undir sjey ár fáa fría ferðing og verður hetta nógv brúkt, eitt nú av barnagørðum. Av tí, at tað antin er lutfalsliga bíligt at ferðast ella frítt at ferðast, so verður eftirspurningurin størri, verður sagt í frágreiðingin hjá Strandferðsluni um Bygdaleiðir, og tí mugu stór og kostnaðarmikil anlegg verða til taks. Afturat hesum verður viðmerkt, at Strandferðslan í fleiri førum noyðist at keypa bussar størri enn miðal nýtsluprosentini vísa, at tørvur er á. hetta kemst av, at tað til ávísar tíðir eru fleiri ferðandi, sum samstundis skulu brúka flutning, t. d. til og frá arbeiði og skúlanum, meðan tað í millum hesi tíðarskeið er lítið og einki at flyta. Kapasiteturin er í nøkrum økjum í landinum ov stórur í mun til íbúgvaratalið. Nýtsluprosentini fyri flestu farleiðirnar eru sera lá, t. v. s. at bussarnir sum heild verða illa útnyttaðir. Vísandi til íbúgvaraviðurskiftini í útjaðaranum er kundagrundarlagið hjá Bygdaleiðum avmarkað. Tað er tí ikki hugsandi, at verandi inntøkugrundarlag verður betri orsakað av fleiri kundum í útjaðaranum. Framtíðar kundagrundarlagið verður eisini merkt av, í hvønn mun tað almenna leggur ein samferðslupolitikk, ið stuðalr kollektivari ferðslu. Bygdaleiðir eru í einiari slíkari marknaðarstøðu, at neyðugt er við ymsum strategiskum tiltøkum. Tørvur verður á at gera umskipanir, eitt nú broyta rakstrarform og gera rationaliseringar og effektiviseringar á øllum økjum. Seinstu árini eru hendar stórar broytingar á marknaðinum innan kollektiva ferðslu. Í tíðarskeiðnum 1994-1999 er talið av persónakførum í útjaðaranum vaksið við heili 1.771 ella 25%. Henda gongdin hevur sera stóra negativa ávirkan á raksturin og nýtsluprosentini á Bygdaleiðum. Samstundis er busskapasiteturin í landinum vaksin nógv, og hevur hetta havt við sær størri kapping innan serflutning. Spurningurin er, um tað almenna í størri mun eigur at verða við til at broyta hugburðin hjá fólki, soleiðis at alt fleiri velja at brúka kollektiva ferðslu, hetta við atliti til samfelagsbúskapin, umhvørvið, viðlíkahald av vegum, íløgur í anlegg o. a. Ull er Føroya gull Framsýningin, sum 68 ára gamla Ása Hátún hevði í Sveis herfyri, eydnaðist sera væl, og áhugin millum fólk og fjølmiðlar var ikki heilt sørur Ása sýndi fram hugtakandi listaverk, sum hon hevur virkað úr ull. Hon sigur seg hava fingið íblástur til listaverk síni frá føroysku náttúruni. Serliga frá barndómsárunum í Bø vesturi í Vágunum. Tað skiftandi veðrið og tann stórsligna náttúran hava givið henni íblástur. Eisini er ullin, sum hon nýtir, haðani. Ása hevur heilt frá barnsbeini av verið von við at arbeiða við ullini. Abbi hennara plagdi at spinna hvønn dag, og móðirin virkaði ullina. Eisini kom tað fyri, at hon litaði ullina. Ullin fór til spillis Eftir kríggið hava vit ikki nýtt ullina í sama mun sum fyrr, og tað heldur Ása verða spell. Hon legði til merkis í sínum arbeiði, at tey ungu lítið og einki kendu til ull. Harvið fór ein týðandi partur av okkara mentan fyri skeyti. og tí fór hon undir at arbeiða við ull. Hetta hevur hon brúkt nógv á Læraraskúlanum, har hon hevur arbeitt, og hon hevur sjálv arbeitt við ull síðani. Hon kom fram til, at ull er sera væl egnað at arbeiða við og hevur hildið áfram síðani. Á framsýningini vóru listaverk, sum Ása hevur gjørt tey seinastu 10-15 árini. Ása hevur eisini ferðast nógv við síni list, og hon gjørdist limur í norðurlendska listafelagnum í 1994. Hon hevur havt framsýningar Lillehammer í Noregi, í Stockholm í Svøríki, í Danmark, í Íslandi og í mars í fjør hevði hon sína egnu framsýning í Tórshavn. Væl móttikin Verk hennara hava verið sera væl móttikin, og framsýningin, sum var í døgunum 17. - 25. august, hevur verið væl vitjað. Bæði vanligir áskoðarar og fjølmiðlarnir hava verið og kannað framsýningina. Tá framsýningin varð sett, spældi sveisarin Monika Stauss-Joensen, sum er gift til Leirvíkar, á violin. Willi Gohl og Ólavur Hátún fluttu eisini fram røðu. Eitt av kvøldunum var møguleiki at smakka føroyskan mat og hoyra føroyskan tónleik. Eisini vísti Ása á hvønn hátt, hon virkar ullina. Fleiri greinar um framsýningina og Føroyar hava verið í sveisiskum bløðum. Tjóvur trýr, at hvør maður stjelur - sigur orðatakið, men í sambandi við greinina hjá Jóannes Eidesgaard í Sosialinum 9/9-2000 má hetta orðatakið umskrivast eitt sindur: Tann, sum brúkar ráðagerðarsnildir (konspiratiónsstrategi), heldur, at hini gera tað sama. Vit hava eitt landsstýri, sum ið hvussu er í viðurskiftunum við Danmark hevur megnað at halda seg til reglurnar og vera siðiligt, hóast provokatiónirnar ikki tróta. At leggja Høgna Hoydal undir at hava til endamáls at fáa orrustu millum Føroyar og Danmark, og at leggja Annfinn Kallsberg undir at vera í lummanum hjá Høgna, tað er kanska gott tilfar til eina skemtitekning hjá Óla P. (- hevði hóskað til restina), men í einari politiskari viðmerking siga slíkir ógrundaðir pástandir ikki so lítið um hann, sum skrivað hevur. Høgni Hoydal hevur lagt fram síni politisku og samfelagsligu sjónarmið í einari bók, sum kann keypast í hvørjum bókhandli: >>Myten om rigsfællesskabet<<. Ein væl skrivað og sera upplýsandi bók. Hon hevur fingið 1 - eitt - lítið ummæli í føroysku bløðunum og einki aftursvar. Bókin er tagd burtur. Ikki ein einasti hevur sakliga viðgjørt - ella afturvíst - tí, sum verður ført fram í >>Myten om rigsfællesskabet<<. Tey, sum vilja hava kunnleika í staðin fyri gitingar um politisku kósina hjá Høgna Hoydal, kunnu t.d. lesa bók hansara. Øðrvísi er, um tú vilt vita nakað um politisku greiningar og ætlanir hjá javnaðarfólki í fullveldismálum. Hesi eru so upptikin av at finnast at mátanum, sitandi landsstýri arbeiðir uppá, at tey koma ongantíð so langt sum til at viðgera innihaldið - og enn minni at leggja fram sín egna politikk. Greinin á síðu 2 í Sosialinum 9/9-2000 avdúkar einki sum helst um Høgna Hoydal ella landsstýrið. Men hon avdúkar framúr góðu gávurnar hjá Jóannes Eidesgaard til ráðagerðarsnildir - og so kunnu vit annars gera eins og hann og gita, hvat hann brúkar tær til! Elin Henriksen Býráðið rekur nú fólkaflokspolitikk Ansingartrupulleikin í Havnini hevur í mong ár verið stórur. Longu í 1987 samtykti býráðið at gjalda teimum mammum, ið sjálvar ansaðu børnum sínum heima eina viðbót, sum tá var 700 kr. fyri børn yvir 3 ár og 900 kr. fyri børn undir 3 ár. Tað var Fólkaflokkurin, ið tók stig til hetta, meðan hann sat í samgongu við Sambands- og Sjálvstýrisflokkinum. Henda skipan helt fram til á heysti í '93, tá Sambands-, Tjóðveldis- og Javnaðarflokkurin tóku hana av. Í januar 1998 gjørdu Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin samgongu. Tá fingu vit hesa skipan innførda aftur, nakað á sama hátt sum frammanundan. Henda skipan helt fram í umleið eitt ár, men so varð klagað til landsstýrið, og niðurstøðan var, at skipanin ikki var eftir galdandi reglum, og tí steðgaði hon upp. Sitandi samgonga hevur nú rent seg fasta í ansingarspurninginum, eins og Fólkaflokkurin ávaraði um. Gleðiligt er kortini, at samgongan nú hevur samtykt at reka fólkaflokspolitikk á hesum økinum. Nú er gamla skipanin við at gjalda mammum at ansa eftir egnum børnum heima tikin upp aftur og snikkað so til, at samtyktin ikki brýtur lógina á økinum. Ætlanin er nú, at mammur fáa umleið 3000 kr. fyri børn undir 3 ár og 2800 kr. fyri børn yvir 3 ár. Foreldini skulu tó rinda 1050 kr. av hesum, so stuðulin verður ávikavist um 1750 og 2000 kr. fyri barnið. Hetta er umleið 2,5 ferðir so nógv sum eftir gomlu skipanini. Hetta er gjørt nú, kanska sum valagn. Men løgið tykist tað kortini, at hetta verður skundað ígjøgnum júst nú, meðan heitastu talsmenn Fólkafloksins fyri hesum máli eru í farloyvi. Tað er ikki so langt síðani, at somu menn, sum nú samtykkja hesa skipan, hóttu við at slíta samgonguna, varð skipanin sett í verk. Tað stutta av tí langa er kortini, at málið hjá Fólkaflokkinum nú verður pyntað og sett upp av javnaðar-, sambands-, tjóðveldis- og sjálvstýrissamgonguni. Vinarliga, Páll Petersen, býráðslimur Oddagrein: Óheftir loftmiðlar SJÓNVARPIÐ og útvarpið skulu nú skipast sum tveir almenninir stovnar ella tvey almenn partafeløg, hevur landsstýrismaðurin í mentamálum, Torbjørn Jacobsen, boðað frá. Hann ætlar, at Løgtingið skal samtykkja eina nýggj kringvarpslóg, áðrenn ein nýggjur stjóri fyri sjónvarpið skal setast skal eftir Trónd Djurhuus. GRUNDGEVINGIN hjá landsstýrismanninum er, at hesir "almennu" tíðindastovnar skulu vera heilt leysir frá landsstýrismanninum í mentamálum og leysir frá almennu umsitingini. Tað skal eingin ivi sáast um, at útvarp og sjónvarp ikki kunna virka heilt frítt. TAÐ kann ikki sigast annað, enn at hetta er skilagóð hugsan. "Pressan" er ein av stólpunum í fólkaræðinum. Tað veri seg tann skrivaða pressan ella tann luftborna pressan. Uttan eina fría pressu er altíð vandi á ferð. Í øllum londum, har einaræðislyntir flokkar taka valdið, verður tann fría pressan steðgað. VIT eru avgjørt ikki í eini slíkari støðu, men eftir at bygnaðurin varð broyttur og eftir at vit fingu eina nýggja kringvarpslóg, komu teir almennu fjølmiðlarnir at liggja beinleiðis undir landsstýrismanninum í mentamálum. Her skal ikki takast støða til, um tað hevur havt óhepnar avleiðingar ella ikki. Men vit kunnu spyrja, um útvarpið ella sjónvarpið høvdu viðgjørt nøkur mál, sum t.d. Signar á Brúnni hevði ábyrgdina fyri, øðrvísi, enn teir gjørdu. T.d. málið um kirkjulógirnar ella málið um sjónvarpið sjálvt. Í øllum førum er tað óheppið, at almennir fjølmiðlar liggja beinleiðis undir einum ráðharra, sum jú er politikkari. ÍSTAÐIN ætlar nýggi landsstýrismaðurin, at ein nevnd skal hava ábyrgdina, eins og í einum partafelag. Hetta er óivað ein gongd leið, men so er eisini neyðugt, at nevndin er fullkomiliga óheft. Hon má hava skil fyri fíggjarviðurskiftum og vera tilvitandi um tíðindaflutning og programmviðurskifti. EISINI mugu almennu fjølmiðlarnir liggja uttan fyri alla fíggjarliga uppíblanding. Tað eigur bara at vera so, at landsstýrið og fíggjarnevnd verða kunnað og taka fíggjarætlan og ársroknskap til eftirtektar. Klára stovnarnir seg ikki fíggjarliga, stendur stjórin til svars. Men tá tað er sagt, eiga fíggjarviðurskiftini at fáast upp á pláss - t.d. við játtan á fíggjarlógini - so stovnarnir sleppa undan at brúka tíð og orku upp á spøl og spennandi vinningar. Eydnast landsstýrismanninum at fáa eina nýggja lóg og skapt eitt betri fíggjarligt grundarlag er nógv vunnið á fjølmiðlaøkinum. Vágbingar halda stílin Men tað gekk ein tími, áðrenn rættulig ferð koma á málskjótingina ímóti illa sperdu vágamonnunum VB er framvegis eitt gott boð upp á meistaraskapin. Sunnudagin høvdu teir vitjan av botnliðnum úr Vágum. Tað var týðuligt á útgangsstøðinum, at heimaliðið var oddalið, og at gestirnir vóru botnlið. VB leyp á við nógvum fólki og fullari ferð, meðan FS Vágar royndi at verja. Teir høvdu bara Kim Poulsen í álopinum (Birgir Joensen kom á vøllin í 2. hálvleiki), og teir hildu alla tíðina nógv fólk afturi á egnari hálvu. VB legði fyri sum eitt ódnarveður. Tað mesta gekk fyri seg í og kring brotsteigin hjá FSV, og fyrstu trettan minuttirnar trýstu vágbingar seg til eina rúgvu av hornaspørkum. Hesi góðu einki mál, og so fór eitt sindur av guvuni burtur. FSV hevði okkurt álopið á tekniborðinum, men so var tað, at VB fekk hol á. Tað trýsti gestirnar niður, og fram til 57. minutt, tá VB økti til 2-0, var talan um eitt støðugt trýst á málið hjá Remi Mikotionis, sum hevði nógv at gera, meðan Bjarni Johansen í hinum endanum so at siga var arbeiðsleysur. Á miðvøllinum vóru Palli Augustinussen, Tórður Holm, Milan Kulic og Jón Pauli Olsen greitt omaná í stríðnum ímóti Sonna Johansen, Hannus Olsen, John Johansen og Igor Kiriilovas, sum er ein fínur bóltspælari, men sum ikki kennir seg heilt á heimabeiti, tá tað meiri er talan um stríð, enn um spæl. VB var alla tíðina yvirmannað á miðvøllinum, tí vongverjarnir báðir, Predrag Zivkovic og Magni Jacobsen ikki høvdu nakran mann at ansa, og harvið kundu luttaka nógv í framrættaða spælinum. Vágbingar vóru kaldir og tóktust trúgva upp á, at tað var bara ein spurningur m tíð, áðrenn stóra leikliga yvirvágin fór at verða umsett til fleiri mál, og soleiðis tørnaði tað eisini út. Málini VB fekk hol á í 15. minutti. Hornaspark úr høgru varð sent tvørturum og innfyri aftur málið, har Robert Cieslewicz ikki var ansaður og tískil hevði lætt við at seta síðsta fótin á. 1-0 gjørdist til 2-0 í 57. minutti. Milan Kulic sendi fríspark úr vinstru og til handara stólpan, har Krysztof Popczynski hevði síðsta fótin á. Og so gekk skjótt við málskjótingini. Tað bleiv 3-0, tá ein tími var farin. Altíð vandamikli Jón Pauli Olsen smekkaði flatt langskot dygst fram við stólparótini. Tað sá út til, at hetta skuldi gerast úrslitið, men tá tíggju minuttir vóru eftir, var FS Vágar málverjin sera óheppin. Hann tóktist hava tak á kiksaðari sending frá einum av viðspælarunum, men ólukkutíð fyri málverjan og FSV, so støkk skrúvandi bólturin framvið málverjanum og inn um strikuna. Tá fór luftin rættuliga úr vágaliðnum, og síðstu minuttirnar gjørdu teir báðir sera vandamiklu útlendingarnar í VB álopinum hvør sítt mál. Bæði komu eftir skjótálop. Ymisk útlit Vágbingar og vágamen fóru í góðveðrinum á Vágseiði av vøllinum við púra hvør sínari næstu framtíð. VB, ið næstu ferð hevur Predrag Zivkovic leikbannaðan, stríðist fyri heiðursmerkjum, sum tað framvegis er møguleiki fyri verða av gulli. FS Vágar skal berjast fyri at sleppa burtur av aftasta plássinum og harvið beinleiðis niðurflytingini. Teir í Vágum vóna, at Tór-Ingar Akselsen verður tøkur, tá teir komandi sunnudag fáa vitjan av B71. jh VB: Bjarni Johansen - Predrag Zivkovic, Michael í Lágabø, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen - Palli Augustinussen, Tórður Holm, Milan Kulic, Jón Pauli Olsen - Krysztof Popczynski, Robert Cieslewicz FS Vágar: Remi Mikotionis - Heðin Joensen, Eyðfinn Fjalsbak, Zilva Zudis, Albert Ari Thomassen, Rimvadis Bakus - John Johansen, Igor Kirilovas, Hannus Olsen, Sonni Johansen - Kim Poulsen Torkil tímdi ikki av landinum Hóast tilboð um royndarvenjingar aðra staðni, so droymdi føroyski málskjúttin í Landskrona ongantíð um at gerast yrkisspælari í útlandinum Maðurin, sum fram um allar hinar føroyingarnar kom í miðdepulin í Landskrona mikukvøldið 12. september 1990, var Torkil Nielsen. Í 62. minutti smeyg hann sær framvið tveimum mótstøðumonnum, áðrenn hann úr fimtan metrum smekkaði flatt í netið, og størsta sensatiónin nakrantíð í altjóða fótbóltssøguni var sett á breytina. Tey seinnu árini hevur Torkil gjørt lítið við fótbóltin. Fótliðirnir eru viðbreknir, men hugurin til fótbóltin hevur verið góður. Tað hevur havt við sær, at nógvir kilometrar eru brúktir av tilfari at stuðla fótliðirnar við. Síðsta ferðin, hetta varð gjørt, var leygardagin. Tá var síðsta umfarið í old boys kappingini á skránni. Torkil Nielsen, sum 26. januar fylti 36, hevur nú aldur til old boys fótbólt. Hann var í Fuglafirði, og evnini eru framvegis góð. Tey seinastu fýra árini hava tvørámenn vunnið kappingina. Hesa ferð vann SÍF. Í finaluni spældu teir ímóti TB, sum hevði vunnið hin bólkin. Tað var neyðugt við brotssparkskapping, árenn tað var greitt, at Torkil og teir høvdu vunnið FM. Sunnudagin hildu tey 10 ára føðingardag heima hjá Janu Mariu og Torkili í Sandavági. Sunnrið varð fødd á Landssjúkrahúsinum, meðan Torkil og teir fyrireikaðu seg til stóru uppgávuna í Landskrona. Torkil hevur so mangan ásannað, at sigurin ímóti Eysturríki var grundaður á eitt liðavrik, har allir stríddust fyri allar. Hann vil ikki gera nakað serligt hóvasták burturúr sær sjálvum. Men tað varð nógv gjørt burtur úr Torkili fyri tíggju árum síðani. Tíðindafólk kimaðu og ringdu, og vitjanirnar í Sandavági vóru títtar. Útlendingar vóru áhugaðir í at fáa Torkil av landinum at spæla fótbólt, men høvuðspersónurin var ikki áhugaður: Tíðirnar eru so nógv broyttar hesi seinastu tíggju árini. Eg var als ikki hugaður at fara av landinum at royndarvenja, og hugsanin um at liva av fótbóltsspælinum rúmaðist ikki í huganum tá, hevur Torkil Nielsen sagt. Torkil var á landsliðnum átjan ferðir. Hann var sjálvskrivaður á liðnum hvørja ferð, men skaðar hildu honum burtur fleiri ferðir. 16. juni í 1993 segði Torkil farvæl við landsliðið. Tað var ímóti Kekkoslovakia á Svangaskarði. 14. apríl í 1989 skoraði Torkil fyrsta føroyska málið í altjóða skrásettum landsdysti. Tað var ímóti Kanada í Gundadali. Besta skeiðið í hansara tíð á landsliðnum var í 1990 og 1991. Eftir sigurin á Eysturríki legði Torkil frammanfyri 40 túsund áskoðarum upp til 1-1 málið í Ítróttarparkini. Allan Mørkøre skoraði. Í næsta dystinum var úrslitið 1-1 í Belfast. Kári Reynheim stútaði málið. So gekk minni væl hjá landsliðnum. Nú er stóra frítíðarítrivið hjá Torkili seyðurin. Hann er røktingarmaður í einum parti av Giljahaga. Har eru 180 áseyðir. Um einar tríggjar vikur fara teir at ganga fjøllini í Sandavági, har tað er lítið av kongs og nógvir ognarar. Tá teir fara á fjall í Giljahaga, verður Torkil Nielsen álitið. Akkurát sum hann so ofta var tað á landsliðnum. Tá plagdi hann at undirstrika, at talan var um liðavrik. Tað ger hann eisini hesa ferð. Honum dámar væl at tosa um seyð. Men honum líkar lítið, at fjølmiðlarnir gera so nógv burturúr honum, tí tað var hann, sum skoraði málið í Landskrona í dag fyri tíggju árum síðani! Tað ber boð um ein evnaríkan og lítillætnan mann. Ikki undur í at liðfelagarnir frá Landskrona tíðini bera honum alt tað besta. Tað ger pressan eisini, sjálvt um hann ikki vil, at vit seta hann í miðdepulin. Men tað er ein veruleiki, sum tað ikki ber til at dylja, at Torkil kom í miðdepulin fyri tíggju árum síðani - bæði heima á landi og burturi í stóru verð. Hava prógvað at vit kunnu verða við Formaðurin í Fótbóltssambandinum mátti klípa seg í armin, eftir at Føroyar høvdu gjørt tað óhugsandi í fyrsta EM-dystinum. Undan dystinum ivaðust hann og aðrir við ábyrgd í, hvat tað skuldi enda við, tá Føroyar møttu Eysturríki Maðurin á ovastu rók í Fótbóltsambandi Føroya er í dag tann sami, sum hann var fyri 10 árum síðani, tá føroyska landsliðið trein inn á altjóða fótbóltspallin við einum ordans braki. Sigurin á Eysturríki var tann størsti sigurin. Hesin sigurin kemur altíð at standa sum nakað heilt serligt í føroysku fótbóltssøguni, heldur Torleif Sigurðsson. Undan dystinum vistu vit í grundini als ikki, hvussu leikur fór at fara, tí vit høvdu ikki roynt hetta áður. Nógvir atfinningarsamar røddir vóru frammi, sum søgdu at vit fóru at gera Føroyum fyri skommum, og at vit ikki hoyrdu heima í altjóða fótbólti. Óveruligt Bæði uttanlands og í Føroyum vóru tað nógv fólk sum hildu, at Føroyar hevði einki at gera í eini EM-kapping, og at eitt tap undir 10-0 var ein sigur fyri Føroyar. Fólk førdu fram, at vit áttu at kenna okkum hógv, og at vit fóru at blíva avbukaðir ímóti Eysturríki. Vit, sum stóðu við ábyrgd, vóru eisini í iva um, hvussu fyrsti dysturin fór at enda. Tí var tað fullkomiliga óveruligt, at vit skuldu vinna á Eysturríki. Aftan á dystin mátti eg klípa meg í armin og spyrja, um hetta var veruleiki, ella um tað var ein dreymur. Og eg minnist, at folk í Eysturríki tosaðu um eina landaskomm. Ein heilt tjóð var flov, tí vit høvdu sett teirra landslið uppá pláss, sigur Torleif Sigurðsson. Kundi enda galið Formaðurin í FSF heldur, at grundsjónarmiðið fyri altjóða luttøkuni hjá Føroyum var sunt. Vit søgdu, at um vit ikki kundu verða við fíggjarliga ella ítróttarliga, so høvdu vit einki at gera í altjóða fótbólti. Vit hildu, at vit vóru á rættari leið, men vit vistu, at tað kundi enda heilt galið, um vit ikki stóðu okkum fíggjarliga ella ítróttarliga. Tíðin eftir sigurin á Eysturríki hevur víst, at vit hoyra heima í altjóða fótbólti. Vit standa okkum bæði fíggjarliga, ítróttarliga og umsitingarliga, sigur Torleif Sigurðsson. Tá vit fóru uppí, kendi eg meg vísan í, at um vit ikki tóku kjansin tá, so fór tað at verða trupult seinni, tí treytirnar fyri limaskapið fóru at broytast. Vit eru í eini heilt serligari støðu sum tjóð, tí vit eru ikki nakað sjálvstøðugt land, og eftir at múrurin fall, og londini í Jugoslavia tóku loysing, eru treytirnar fyri limaskapi broyttar. Gott fyri fólkið Síðani sigurin á Eysturríki hevur føroyskur fótbóltur ment seg sera nógv, og so seint sum fyri eini góðari viku síðani var tað sjón fyri søgn, at sjálvt tey bestu landsliðini í Europa vinna ikki altíð ímóti føroyska landsliðnum. Vit hava nógvar føroyskar spælarar uttanlands, og landsliðið hevur ment seg nógv. Hetta hevði ikki latið seg gjørt uttan luttøkuna í EM og HM kappingum. Vit vóru noyddir at taka stigið fyri at geva teimum spælarunum, sum veruliga hava hug og evni, ein møguleika at koma longur, sigur Torleif Sigurðsson. Okkara spælarar eru búnaðir nógv hesi seinastu 10 árini. Føroyskur fótbóltur hevur prógvað, at hann kann verða við í EM og HM kappingum, og um vit nú høvdu tapt 10-0, hevði tað verið ein skandala. Tey avrik, sum vit hava í fótbóltsdystum, hevur týdning fyri okkum sum fólk. Tað skal einki politiskt leggjast í tað, men tað eru nógv fólk, sum eru glað fyri góðu fótbóltsúrslitini, tí tey vísa, at vit eru einki verri enn onnur. Ofta eru hetta eisini fólk, sum als ikki hava áhuga fyri fótbólti sum so. Búskaparligur fyrimunur Umframt at viðvirka til, at føroyingar gerast stoltir av sær sjálvum, er fótbóltslandsliðið ein búskaparligur fyrimunur hjá føroyingum. Umfamt tað nógvu og góðu umrøðuna, sum fótbólturin hevur við sær, kastar luttøkan í altjóða fótbólti eisini pengar av til føroyska samfelagið. Vit staðfestu beinanvegin, tá vit fóru við í altjóða fótbólt, at vit kundu ikki líta á føroyska samfelagið at fíggja okkara luttøku. Tí kannaðu vit allar møguleikar fyri fígging hjá UEFA og FIFA, og tað vísir seg, at hesi felagsskapir hava eina solidariska skipan sum ger, at øll fáa tað sama í grundgjaldinum, og síðani er tað upp til hvørt land av standa seg so væl sum gjørligt, sigur Torleif Sigurðsson. Vit hava millum 12 og 15 milliónir krónur millum fingrarnar hvørt ár, og føroyska samfelagið fær stóran ágóða av, at útlendsk landslið koma hendan vegin. Vit fáa 700.000 krónur í stuðli frá landskassanum, men tað er bara ein partur av tí, sum vit gjalda í MVG og skatti. Og hetta er 10 ár eftir, at Føroyar góvu Eysturríki ein vals, so tað hoyrdist úr Wien heilt til Mikladals. Og vit hava lært. HB rættaði kósina ímóti meistaraskapinum Um teir vinna á Svangaskarði er ilt at ímynda sær annan meistara enn HB, og um FS Vágar ikki vinna á heimavølli ímóti B71 verður ilt at ímynda sær annan niðurflytara enn vágaliðið Komandi vikuskifti verður av álvara farið undir endaspurtin í 1. deild. Og tað kann væl vera, at avgerðin um meistaraskap og milliónina og um niðurflytingina og vónbrotið í tí sambandinum verður greið, áðrenn komið verður til átjanda og síðsta umfarið, sum er á skránni leygardagin 30. september. HB er fremst. Komandi sunnudag skulu teir á Svangaskarð. Um teir vinna ímóti B68, so er meistaraskapurin næstan innanborða. Við gongdini síðani summarsteðgin í huga ber tað illa til at ímynda sær, at B36 í Gundadali og Sumba á Krossinum skulu gera nakað við oddaliðið. Sunnudagin hølvaðu teir í HB gøtumenn ígjøgnum. Vágbingar hildu stílin ímóti FS Vágar. Teir vunnu 6-0, og tað er mest sum greitt, at teir fyri fyrstu ferð nakrantíð fáa heiðursmerkir. Tað er framvegis møguleiki fyri, at tey gerast av gulli, men VB kann ikki avgera hetta sjálvt. Meðan B68 og HB komandi sunnudag fara at takast á Toftum, skal VB spæla í Gøtu. Í tí dystinum fara vágbingar at taka á við B68. Um toftamenn greiða í hvussu so er javnleik ímóti HB, og um VB vinnur í Gøtu, so verður VB fremst. Innanhýsis úrslitini telja meiri enn málmunurin. Tað vil siga, at um HB og VB verða jøvn í stigum, so verður VB ovari á stigatalvuni. Tað verða teir, tí úrslitið ímóti HB í Gundadali var 2-2, meðan tað í Vági var 0-0. Tað er altso møguleiki fyri, at meistaraskapurin verður avgjørdur upp á mál skorað á útivølli! Treytin hjá vágbingum er, at teir ikki snáva, og at HB snávar. Í tveimum teimum seinastu umførunum skal VB spæla á heimavølli ímóti B68, og teir fáa heiðursmerkini í Gundadali, har teir 30. september skulu spæla ímóti B36. Gullið tykist hava kós í HB húsið. Teir í HB hava alt kappingarárið dugað væl at undirspælt sín leiklut. Árini frammanundan hava teir altíð sagt, at fyri HB hevur alt annað enn sigur í FM kappingini og steypakappingini verið eitt vónbrot. Í fyrstu leikskránni í hesum kappingarárinum - tað var tá KÍ vitjaði í Gundadali í 2. umfari, sum var 30. apríl - segði HB formaðurin, Gunnar Mohr, at í ár vilja vit royna at gera tað betri enn fjórða plássið í fjør. Hóast liðið er nýtt og ungt, áttu vit at megna eitt betri pláss enn fjórða plássið, soleiðis at Havnar Bóltfelag enn einaferð kann umboða Føroyar í Europa Cup. HB hevur staðið seg sera væl higartil. Teir hava breiðari hóp, enn teir hava í Vági og á Toftum. Tað hevur týdning, nú fleiri spælarar á flestu liðum eru á markinum til leikbann. Ein møguleika afturat Í botninum sær svart út hjá FS Vágum. Undan vikuskiftinum hoyrdist, at teir - eftir kiksarin á heimavølli ímóti Sumba - av álvara ætlaðu sær undir bjargingarroyndina í Vági. FS Vágar tapti 6-0. Frástøðan upp til Sumba er ikki størri enn so, at teir í FS Vágum kunnu vinna hana innaftur í einum dysti. Komandi sunnudag fáa teir vitjan av B71. Skulu vit meta út frá talvuni, so er møguleikin at fáa stig størri ímóti sandoyingum, enn hann verður ímóti GÍ í Gøtu og KÍ í Sørvági. Men tað er fyrr sætt, at eitt illa kroyst lið hevur vunnið á favorittum, sum ikki hava havt so nógv at spælt fyri. Sumbingar kenna seg ikki tryggar enn. Teir mugu vóna, at B71 verður eins effektivt ímóti FS Vágum, sum teir vóru ímóti sumbingum. Á pappírinum eigur Sumba torførar uppgávur á. Um teir skulu fáa stig, so skal tað vera ímóti KÍ á Krossinum komandi sunnudag. At teir skulu fáa stig í Runavík, ella tá HB í síðsta umfarinum kemur suður, er sera lítið sannlíkt. Framtíðin Í hesum døgum verður komandi kappingarárið fyrireikað. Tað eru ikki so mong ár síðani, at mannagongdin var tann, at tað var liðið væl út á veturin, áðrenn ábyrgdarpersónarnir í feløgunum fóru at klóra sær í nakkanum og viðgera, hvør skuldi vera venjari komandi kappingarár. At tosa um hvør skuldi spæla við var óneyðugt, tí tað kom so at siga ikki upp á tal at flyta úr barndómsfelagnum. Tað ljóðar frá áhugaverdum flytingum, men feløgini hava higartil ikki viljað sagt so nógv. Undanfarnu árini hevur HB dyrgt nógv. Tað hava teir ikki gjørt í ár. Úrtøkan higartil bendir ikki á, at teir fara aðra staðni eftir spælarum. NSÍ hevur eftir summarsteðgin vunnið á øllum teimum trimum, sum eru við í FM kappingini. At tað sunnudagin eydnaðist teimum at vinna sannførandi á B68 var eitt flott avrik. Lyklaspælararnir Christian Høgni Jacobsen og Sjúrður Jacobsen vóru burturfrá, men avloysararnir stóðu seg væl. NSÍ er einasta felagið, sum í ár bara hevur brúkt føroyskar spælarar (síðani summarsteðgin hevur eingin útlendingur verið í GÍ). Burtursæð frá málverjanum, Rúna Joensen, og Gert Langgaard hava allir hinir fingið sína fótbóltsuppaling í felagnum. Úrtøkan eftir summarsteðgin boðar frá, at NSÍ neyvan verður ímillum feløgini, sum fara aðra staðni eftir spælarum. Um teir kortini gera tað, so verður tað neyvan til meiri enn at fáa onkran av NSÍ arunum, sum í ár hava roynt seg aðra staðni, til hús aftur. B36 hevur havt eitt turbulent heyst. Hjá teimum eru møguleikar í fleiri ungum monnum, sum í heyst hava fingið dystarvenjing. Klaksvíkingar hava ikki rokkið tí, teir høvdu vónað. Á liðnum hjá teimum eru nógvir, sum hava verið við í mong ár. Tað sama ger seg galdandi hjá VB. Munurin er tann, at tað er hugaligari at gera av at halda fram, tá úrslitini hava verið betri, enn roknast kundi við, enn tað er, tá árið hevur verið eitt vónbrot. Hvør sína leið, men tó í felag At nógv er hent síðani víðagitna málið hjá Torkili er neyvan nakar ivi um. Fyri tveir teirra, sum hetta minniliga kvøld fagnaðu landsliðnum, hava leiðirnar gingið í hvør sína ætt, men felagsnevnarin hevur tó verið landsliðið Millum teir glaðu føroyingar, sum fyri júst 10 árum síðani fagnaðu føroyska sigrinum á Eysturríki, vóru tveir, sum á hvør sín hátt hava sett dám á føroyskan landsliðsfótbólt seinnu árini. Regin Egholm og Jens Kristian Hansen mundu ikki hugsa stórvegis um hetta, tá teir veipaðu vi føroyskum fløggum á Gongugøtuni, men veruleikin í dag sigur, at meðan Jens Kristian er liðformaður á A-landsliði okkara, er Regin formaður í áskoðarabólkinum, 12. maður. Skipaði altið fyri Tó so, hóast teir ikki kundu vita alt hetta fyri tíggju árum síðani, so vóru tá longu onkur tekin um, at so skuldi vera. Jens Kristian heldur í øllum førum, at Regin altíð var sera dugnaligur at skipa fyri, tá okkurt var á vási. Tað stóð altíð okkurt serligt á skránni, tá Regin hevði føðingardag. Hann gjørdi altíð so nógv burtur úr, og honum dámdi eisini væl, tá fólk vóru nøgd við tað, sum hann hevði gjørt. Á nýggjárinum vóru vit eisini altíð heima hjá teimum, og var nakað soleiðis á vási, so var hann altíð til reiðar at traðka til, greiðir Jens Kristian frá. Um minniliga dagin fyri 10 árum síðani heldur hann, at tað kvøldi var bara heilt fantastiskt. Allur býurin var á gosi, og hóast tað var mikukvøld, so tóktust fólk slettis ikki at vilja heim, heldur hann. Mitt undir øllum ruðulleikanum gjørdu teir báðir vinmenninir eisini av, at tá Føroyar skuldu í Parkina at royna seg, skuldu teir eisini vera til staðar, og teir hildu eisini orð í so máta. Um Danmarkarferðina sigur Jens Kristian, at eisini hetta var nakað heilt serligt. Hóast vit taptu 4-1, so kendu vit øll tað, sum um talan var um ein sigur. Meðan danir vóru heldur ónøgdir, og stillisliga fóru heimaftur, so vóru vit fleiri túsund føroyingar, sum bara hildu á fram at syngja, eins og vit høvdu vunnið dystin. Regin og eg fylgdust eisini allan hendan túrin, og eftir dystin hildu vit leiðina oman í býin. Eisini her var lagið gott, og eg haldi at handlarnir vóru farnir at lata dyrnar upp, tá vit endiliga settu kósina heimaftur. Tað ferðina var tað nakað heilt ófatuliga stórt, at landsliðið kundi standa seg somikið væl í altjóða høpi. Í dag er støðan heilt øðrvísi, og krøvini frá áskoðarunum eru eisini væl størri. T.d. var so at siga einki í býnum mikukvøldið, sum bendi á, at vit júst høvdu fingið javnleik móti Slovenia. Ikki tí, eg øvndi ikki leikarunum frá 1990 nakað. Teir høvdu heilt aðrar umstøður at arbeiða undir, og flestu teirra mistu pening av at vera við á landsliðnum. Í dag fáa leikararnir pengar fyri meista arbeiðsløn, og yvirhøvur eru allir karmarnir rundan um landsliðið nógv meira professionellir. 12. maðurin munar væl Sum nevnt omanfyri, so heldur Jens Kristian, at Regin altíð hevur verið dugnaligur til at skipa fyri, og tí gjørdist hann ikki so øgiliga skakkur, tá hann gjørdist oddamaður fyri 12. mann. Eg skal ikki siga, at eg hevði væntað tað, men eg var ikki so øgiliga bilsin, tá eg fekk tað at vita. Hann skal eisini eiga, at hann ger eitt sera gott arbeiði á tí økinum, og yvirhøvur er 12. maður ein sera góður stuðul hjá okkum, sum eru á vøllinum. Fyrr vóru t.d. als ikki so nógv fløgg og annað, tá landsliðið spældi sínar dystir, men nú er hetta gerandiskostur til dystir okkara. Eisini til útidystirnar er 12. maðurin við, og heldur ikki her liggur teirra partur eftir. Eg vil so sanniliga vóna, at rúmd eisini verður fyri teimum, tá FSF húsið verður bygt við Tórsvøll, tí teir hava veruliga uppiborið at fáa so góðar sømdir sum gjørligt, heldur liðskiparin á landsliðnum. Byrjaði á oyggjaleikunum Núverandi formaðurin fyri 12. mann greiðir frá, at áhugi hansara fyri landsliðnum rættuliga tók dik á seg, tá Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum í 1989. Tá var eingin ivi um, at føroyska liðið var so nógv tað besta, og vit vóru fleiri, sum royndu at gera okkara til, at dystirnir skuldu verða so stuttligir sum gjørligt. Tá dysturin móti Eysturríki var á skránni, var lagi tó ikki so gott at byrja við. Eingin væntaði tað stóra av dystinum, og eg hevði eisini roknað við, at hetta bara var nakað, sum skuldi fáast frá hondini, so eg sat bara heima saman við familjuni. Tá úrslitið so varð greitt, var støðan tó ein heilt onnur. Eg royndi beinanvegin at fáa fatur á nøkrum vinmonnum, m.a. Jens Kristiani, og vit fóru so beinanvegin at rigga okkum til at fara í býin. Fløggini áttu vit frá Oyggjaleikunum, og tá hesi vóru funnin fram, var bara at fara avstað. Vit flaggaðu og stuttleikaðu okkum alla náttina, og tað var eisini hesa náttina, at Jens Kristian og eg gjørdu av at fara til Danmarkar. Eisini Regin minnist danmarkarferðina sum nakað heilt serligt, og millum annað greiðir hann soleiðis frá, tá náttin var farin væl og virðiliga at líða. Á veg heim fullu vit í prát við ein dana, sum longu var farin til arbeiðis. Hann arbeiddi við vegagerð av onkrum slag, og hann hugdi eitt sindur løgið eftir okkum, soleiðis sum vit gingu, málaðir í andlitinum og í góðum lag. Hann segði okkum, at nú máttu vit skjótt duga at síggja, at dysturin var liðugt leiktur, og vit hóast alt høvdu tapt. Hvussu vit kortini kundu bera okkum at, eins og vit høvdu vunnið dystin, dugdi hann so slettis ikki at skilja. Hugsaði ikki um landsliðið At Jens Kristian nøkur ár seinni skuldi gerast ein av berandi leikarunum á landsliðnum, hevði Regin ikki hóming av fyri 10 árum síðani. Vit vóru á sama unglingaliði hjá B36, og hóast hann tá var komin á fyrsta lið, var tað ikki í mínum tonkum, at hann skuldi koma somikið langt. Hann skal tó eiga tað, at hann í nógvar dystir hevur verið millum teir stinnastu á landsliðnum, so tað er avgjørt ikki óuppiborið, at hann nú er vorðin liðskipari. Málið hjá Toda var byrjanin Um sjálvan 12. mann sigur Regin, at hetta var nakað, sum hann hevði hugsað um í eina tíð, áðrenn tað at enda gjørdist veruleiki. Eg var við landsliðnum á fleiri uttanlandsferðum, og har sá eg, hvussu áskoðararnir skipaðu seg aðra staðni, og hetta helt eg so avgjørt, at vit eisini áttu at gera. Leingi var tað tó ikki meira enn til tos, men eftir sigurin niðri á Malta broyttist alt hetta. Kenslan eftir sigurin, sum kom í land í evstu løtu, var somikið serlig. Fólk, sum valla kendu hvønn annan klemmaðust og mussaðust, og eftir hetta tók tað ikki langa tíð. Áðrenn vit fóru heim, var semja um, at vit skuldu taka stig til at gera eitt felag, tá vit komu aftur, og knappan mánað eftir dystin hevði 12. maður stovnandi aðalfundin. Hava gjørt Føroyar kendar Í dag telur felagið millum 300 og 400 limir og virksemi okkara er eisini nógv økt. Vit selja keppar, turriklæði og fløgg, og tað er so avgjørt ikki bara í Føroyum, at áhugi er fyri hesum. Millum annað kann nevnast, at Seytjan á Áarvegnum hevur roynt seg við at selja lutir frá okkum, og tað hevur ikki staðið á at selt hetta til ferðafólk. Eisini eru nógvir fyrispurningar frá útlondum, og til stuttleikar kann nevnast, at bæði í Jugoslavia og Sveis eru áskoðarar úr heimlandinum, sum allarhelst fara at rópa á Føroyar, tá okkara menn skulu royna seg í komandi mánaði. At landsliðið - saman við Regini Vágadal - er besta umboð okkara úteftir er Regin ikki í iva í, og alla staðni hann hevur verið eru hetta lutirnir, sum fólk seta í samband við Føroya. At hann so sjálvur saman við barndómsvininunm nú er miðdepil fyri hetta PR-arbeiði fyri tjóð okkara er so neyvan nakað, sum Regin hevði roknað við, tá hann saman við vinmonnum sínum fór oman í Gongugøtuna at gleðast um málið hjá Torkili Nielsen. Eitt mál, sum av álvara setti Føroyar á heimskortið. Broytt KÍ-lið reisti seg KÍ-trýstið í seinna hálvleiki gav at enda úrslit, tá Marek Vierzbicki skjeyt eina perlu av einum máli stutt fyri leiklok KÍ-B36 2-1 (1-0) Bæði KÍ og B36 vóru fyri eyðmýkjandi tapum í næstseinasta umfari, og hóat bæði feløgini so fegin vildu reisa seg í hesum dystinum, var tað heimaliðið, sum stóð eftir sum vinnari. Eftir ein javnan fyrra hálvleik, tók KÍ alsamt meira yvir í seinna hálvleiki, og seinasta kortertið var talan um veruligt trýst á B36-málið við nógvum hornaspørkum og trunkaspølum. Tá fimm minuttir vóru eftir at spæla fingu B36'arnir eina ávaring um, hvat kundi henda. Eftir eitt hornaspark kom bólturin út í brotsteigin, har aftasti maður hjá KÍ, Jan Andreasen, stóð. Hann smekkaði til móti málhorninum, men onkursvegna fekk Jens Kristian Hansen høvdið á bóltin og bjargaði til horna. Støðan, sum hevði við sær sigursmál, var lík hesari. Enn einaferð varð hornaspark úr vinstru. Arnold Joensen legði innfyri, ein B36-spælari fekk høvdið á bóltin, men uttan fyri brotsteigin stóð vælspælandi Marek Vierzbicki klárur at taka ímóti. Hann bíðaði eftir røttu løtuni og so fluktaði hann bóltin beinleiðis í málið. Eitt framúr mál, sum kom bara tveir minuttir fyri leiklok. Soleiðis sum leikgongdin var, eftir at B36 hevði javnað í seinna hálvleiki, var tað uppiborið, at tað vóru greipuvinnararnir frá í fjør í vunnu dystin. Liðni broytt Bæði KÍ og B36 vóru noydd at gera fleiri broytingar til dystin. Hjá heimaliðnum vóru tað trý leikbann sum argaðu, og hetta fekk Tomislav Sivic at seta tríggjar spælarar, sum hava sína styrkju á jørðini, á fremstu plássini á liðnum. Í álopinum vóru Hjalgrím Elttør og Eyðun Klakstein og á fremsta miðvallarplássinum Arnold Joensen. Jan Joensen var viðaftur frá byrjan, og hann stóð seg væl í dystinum við landsliðsmannin, Jens Kristian Hansen. Heðin á Lakjuni var fluttur á vongverjan í vinstru og kom fleiri ferðir við ferð fram. Hjá B36 vóru allir teir útlendsku spælararnir burtur, umframt at Jørgin Meitelberg var farin av landinum. Tí stillaði Piotr Krakowski við fleiri nýggjum monnum á liðnum. Herbert í Lon Jacobsen og Fróði Clementsen vóru stopparar, og í vinstru síðu var Dánjal Petur Johansen við frá byrjan. Jens Kristian Hansen var hesaferð á miðvøllinum, og Magni á Lakjuni var fluttur fram í álopið, har hann hevði nógvar tættar nærdystir við Andrzei Pacek hjá KÍ. Fyrstu trý korterini gekk nógv aftur og fram, og onkrir smáir møguleikar vóru at gera mál. Arnold Joensen hevði besta møguleikan, eftir at skjótt uppspæl millum Eyðun og Hjamgrím hevði við sær, at Arnold gjørdist púra leysur uttan fyri brotsteigin. Hann dróg inn móti málinum, men tá hann royndi at senda í handaru síðu, bjargaði Tróndur Vatnhamar sera væl. Í hinum endanum kom B36 nær eftir hornaspark. Jens Kristian Hansen hevði høvdið á bóltinum, sum fór í bleytan boga og endaði á tvørstongini, áðrenn KÍ-spælararnir við neyð og deyð fingu rudda burtur. KÍ tók yvir Nærdystirnir millum spælararnar vóru stundum harðir, og longu í fyrra hálvleiki vóru fleiri gul kort á lofti. Í einu støðuni fekk KÍ fríspark inni í brotsteiginum hjá B36, men skotið hjá Arnoldi fór fram við málinum. Einasta málið í fyrra hálvleiki kom 10 minuttir fyri steðgin. Hjalgrím tveitti innkast í høgru til Eyðun, sum sendi bóltin inn til aftaru stong. Har var Heðin á Lakjuni hægri enn Bjarni Prior og stútaði bóltin inn við nærmaru stong. KÍ helt leiðsluna restina av hálvleikinum, men tað gingu ikki nógvir minuttir eftir steðgin fyrr enn B36 hevði javnað. Málið kom eftir hornaspark í vinstru, sum Jákup á Borg sendi tætt inn við málið. Har var eitt sindur av aftur og fram, men Egil Zachariasen hevði seinasta fótin á bóltinum, sum smeyg sær um málstrikuna. Restina av dystinum var tað heimaliðið, sum tók alt meira yvir. B36 dúvaði meira upp á kontraálop, har Magni á Lakjuni og Jákup á Borg tó høvdu truplar umstøður ímóti KÍ-verjuni. B36 kom tó nakrar ferðir í nánd av KÍ-málinum, men tað var serliga eftir høgar bóltar eftir fríspørk ella hornaspørk. Í hinum endanum royndi KÍ at bróta ígjøgnum eftir jørðini, men sum oftast endaði tað vi hornaspørkum. Í einu støðuni hevði Heðin á Lakjuni tó eitt frálíkt skot móti handara stólpa, sum Tróndur Vatnhamar bjargaði sera væk. Tíðin gekk undan hjá heimaliðnum, sum hevði stuðul frá nógvum áskoðarum í góðveðrinum, men so var tað, at Marek Vierzbicki, sum mundi verða bestur á heimaliðnum, smekkaði til. Bragdið í Landskrona - 10 ár Í dag, 12. september, eru júst tíggju ár síðani, at Torkil Nielsen skeyt Føroyar á Heimskortið, tá hann langaði bóltin fram við Michael Konsel til føroyska 1-0 leiðslu í søguliga dystinum móti Eysturríki Orsøkirnar til at dysturin var søguligur vórðu fyrst og fremst tvær. Hin fyrra var givin frammanundan, tí hetta var fyrstu ferð, at Føroyar tóku lut í altjóða kapping. Undan hesum hevði talan bert verið um millumtjóða kapping. Seinna orsøkin til, at dysturin varð søguligur, er kend av teimum flestu. Meginparturin av fólkinum helt tað vera óðamannaverk at melda til í slíkari kapping, og gitingar sum 10-0 vóru vanligar at hoyra av fólkamunni. Páll Guðlaugsson og hansara menn vildu tað tó øðrvísi, og so hvørt sum dysturin leið, mundi spenningurin í føroysku stovunum økjast. Tá Arni Gregersen so skrálaði MÁÁÁÁl! runt um sjónvarptsskýggjarnar, meðan Arge menninir grótu av gleði, var tjóðin á gosi. Føroyska landsliðið hevði loyst eina ógjørliga uppgávu, og komandi mánaðirnar var talan um eina sanna tjóðarøsing, sum millum annað gav úrslit, tá túsundtals føroyingar fóru til Keypmannahavnar at hyggja, tá næsta uppgávan stóð móti donsku dynamitt-dreingjunum. Teir 11, sum fyri 10 árum síðani framdu bragdið í Landskrona, vóru: Jens Martin Knudsen, Julian Hansen, Mikkjal Danielsen, Jóannes Jakobsen, Tummas Eli Hansen, Jan Dam, Allan Mørkøre, Abraham Hansen, Torkil Nielsen, Kári Reynheim og Kurt Mørkøre. Venjari var sum kunnugt Páll Guðlaugsson. Harumframt vóru á beinkinum: Kaj Leo Johannesen, Poul Enok Hansen, Magni Jarnskor, Jens Erik Rasmussen og Gunnar Mohr. EB/Streymur beina kós í bestu deildina 2. deild: Men skinnið má ikki seljast, áðrenn bjørnin er skotin, undirstrikar venjarin, fyrrverandi málslúkurin Bergur Magnussen EB/Streymur-GÍ 5-1 (1-1) Tað skal vilja heilt óvanliga illa til, um EB/Streymur ikki fær gullkrónurnar um hálsin, tá teir 30. september hava spælt í Runavík. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir hava beina kós ímóti 1. deild. Eina ferð undan summarsteðginum prátaðu vit við Bergur Magnussen um, at hansara lið hevði vunnið sær fremsta plássið. Tá helt hann, at støðan var komin óvart á teir, men at kappingin var lítið liðin, og at teir tóku ein dyst í senn. Eftir stórsigurin á gøtumonnum hittu vit hann aftur. Nú er EB/Streymur seks stig undan teimum báðum, sum eru næstfremst. Tað eru trý umfør eftir, og Bergur ásannar, at sjálvt um støðan framvegis er komin óvart á teir, so kann ikki annað sigast, enn at vánirar fyri uppflyting síggja góðar út. Vit taka framvegis ein dyst í senn, men tað sigur seg sjálvt, at tað er torført at halda prátinum um 1. deild burtur. Eru tit so góðir, ella eru tað hini liðini, sum ikki eru so góð? Vit kunnu í hvussu so er staðfesta, at higartil hava vit verið betri enn mótstøðuliðini. Vit eru ikki fluttir upp, og tí vilja vit einki siga um, hvørjar møguleikar vit fara at hava í bestu deildini. Eg kann bara siga, at vit hava einar 20 spælarar, sum møta til venjingar so at siga hvørja ferð, og at teir allir kunnu brúkast í 2. deild. Jón Sigurd Gleðisheygg er 32, Finnbjørn Zachariassen, sum nakað av tíðini hevur verið skaddur, er 31, málverjin, Óla Kristian Djurhuus, er 29, og mest sum allir hinir eru ímillum 20 og 24. So tað eru spælarar í góðum árum, og teir hava góðan hug at spæla fótbólt, heldur Bergur Magnussen. Ein løta áðrenn tað glapp EB/Streymur var í 1. deild í 1994. Burtursæð frá Finnbirni Zachariassen eru eingir eftir av tí manningini. Nú uppflytingin er so tætt undir borðinum, lúrir vandin fyri gummibeinum. Í 1. hálvleiki á Mølini ímóti GÍ var tað ikki sørt, at spælararnir tóktust eitt sindur strongdir. Gøtumenn høvdu nógvar spælarar við nógvum royndum - m. a. Janus Rasmussen, Erland Tvørfoss og Símun Petur Justinussen, sum miðskeiðis í 2. hálvleiki setti seg sjálvan inn á miðvøllin. Tá teir í 5. minutti vóru komnir á odda, lá væl fyri at lata EB/Streym gera arbeiðið, meðan GÍ bíðaði eftir møguleikanum at økja. GÍ málið kom eftir innlegg úr vinstru, sum heimaverjan fekk beint í hitt borðið. Tá bólturin kom innfyri aftur, fekk Magni Jacobsen fótin á, bólturin fór upp í loft og dalaði niður í málið aftanfyri Óla Kristian Djurhuus. Toppskjúttin hjá heimaliðnum, Jón Sigurd Gleðisheygg, sum í fleiri ár var verjuálit í Gøtu, javnaði beint undan steðginum. Miðverjin, Esmar Eiðisgarð, spældi eitt tvey, áðrenn hann kom til baklinjuna í høgru, og Jón Sigurd var fyrstur á innlegginum. Seinna umfarið hevði EB/Streymur betri tak á. 26 minuttir vóru farnir, tá teir komu framum, og so gekk skjótt. Jón Sigurd snittaði við høvdinum umvegins stópan langan bólt frá Knút Vesturtún í málið. Átta minuttir seinni sendi Jákup Martin Joensen, sum hevði drigið tvørturum úr høgru, beiggjan, Eyðfinn Joensen, avstað í vinstru. Vongverjin sendi framvið Mortani Joensen í GÍ málinum, og tað restaðu sjey minuttir, tá Jákup Martin Joensen økti til 4-1 við langskoti. Tríggir minuttir vóru eftir, tá Jón Sigurd Gleðisheygg í einum tronga í brotsteiginum fekk síðsta fótin á og staðfesti 5-1 heimasigurin. EB/Streymur-GÍ 5-1 (1-1) 0-1: Magni Jacobsen 5. 1-1: Jón Sigurd Gleðisheygg 44. 2-1: Jón Sigurd Gleðisheygg 71. 3-1: Eyðfinn Joensen 79. 4-1: Jákup Martin Joensen 83. 5-1: Jón Sigurd Gleðisheygg 87. Sandoyingar komnir á turt Undirhaldsvirðið lá í stórum málmøguleikum báðar vegir, tá sumbingar vitjaðu á Sandi B71-Sumba 3-0 (1-0) B71 verður eisini komandi ár í bestu deildini. Teir vunnu í góðveðrinum sunnudagin 3-0 á Sumba, sum framvegis er í vanda fyri at flyta niður. Fýra jugoslavar vóru á gestandi liðnum. Ein jugoslavi, ein pólverji og tveir danir vóru á heimaliðnum. Men sjálvt um tað bara vóru fýra sandoyingar á B71 liðnum, so var ikki minni lagt í fyri at tryggja framhaldandi 1. deildarfótbólt á Sandi. Spenningur var í alla tíðina. Spælið var ikki altíð so rudduligt. Sandoyingar halda sjálvir, at vat spæli viðvíkur mundi hetta vera eitt tað vánaligasta avrikið hjá teimum í ár. Kortini var tað rættuliga undirhaldandi, tí bæði liðini høvdu fleiri stórar málmøguleikar. B71 fekk hol á í 17. minutti. Miðverjin, Bergleif Sólsker, varð skrásettur fyri málið. Hornasparksinnlegg kom úr vinstru, bólturin varð beindur út í hitt borðið, og tá hann kom innfyri aftur, var Bergleif fyrstur at seta krúllin undir hann. Sumbingar fingu undan steðginum ein risa møguleika at javna. Í besta Jesper Olsen stíli spældi B71 verjan, har Jógvan Jón Petersen var aftastur og Bergleif Sólsker og Bernhard Petersen eftiransarar, Sasa Tomajek púra blankan. Sum so mangan áður var Valdemar Nowisci tryggur aftasti skansi hjá B71, og hann megnaði at byrgja uppfyri, so verjubrølarin ikki gjørdist til meiri enn ein kvøkkur. Avgjørt síðstu løtuna Í 2. hálvleiki trýsti Sumba heilt nógv fyri at fáa útjavnandi málið. Teir fluttu fólkið langt fram, og teir høvdu fleiri upplagdar møguleikar at skora, men teir fingu ikki mál. Bæði tí at Valdemar stóð seg væl, og tí sumbingarnir ikki vóru nóg neyvir, tá teir vóru komnir í góðar støður. At Sumba legði so stóra orku í álopspartin hevði við sær, at tað var opið í verjuni. Heimaliðið kom tískil fleiri ferðir í yvirtalsstøður, men teir megnaðu ikki at fáa mál, tí ofta var næstsíðsta sendingin ikki nóg neyv. Fróði Mortensen var hesa ferð í Sumbiar málinum. Hann helt tætt, inntil tað restaðu tíggju minuttir. Tá metti Niklas á Líðarenda, at Jan Poulsen hevði spælt bóltin við arminum í brotsteiginum, og liðformaðurin, Eli Hentze var tryggur úr ellivu metrum. Hann var saman við Michael Jørgensen hangandi álopsmaður aftanfyri Høgna Hansen, sum var einsamallur heilt á toppinum. Høgni Hansen staðfesti heimasigurin sjey minuttir undan leikloki. Uppspæli var í vinstru, og í staðin fyri at senda tætt inn undir málið valdi Alex Nielsen at senda eitt sindur út frá til Høgna Hansen, sum var í góðari støðu, tá hann takkaði fyri møguleikan og skoraði til 3-0. jh B71-Sumba 3-0 (1-0) 1-0: Bergleif Sólsker 17 2-0: Eli Hentze 80 (br.) 3-0: Høgni Hansen 83 B71: Waldemar Nowiscki - Bernhard Petersen, Jógvan Jón Petersen, Bergleif Sólsker - Bjørn Thorsteinsson, Kári Nielsen, Julian Florescu, Alex Nielsen - Eli Hentze, Høgni Hansen, Michael Jørgensen Sumba: Fróði Mortensen - Mortan úr Hørg, Marlon Kjærbo, Bergur Vinther - Hallur Dam Joensen, Jan Poulsen, Hans Jákup Thomsen, Spasojé Biberdzic, Nicola Biberdzic - Nebosja Velkovic, Sasa Tomajek Hvørgin fekk frið 2. deild: Hvørki HB ella KÍ kunnu kenna seg vís í striðnum um niðurflyting, eftir at liðini býttu stigini leygardagin HB-KÍ 2-2 (0-1) Fyri bæði liðini var tað av altavgerandi týdningi, at stig fingust burtur dystinum leygardagin. Einamest tóktist hetta umráðandi hjá HB, sum síðani summarfrítíðina hevur havt kós beint móti botninum, meðan tað hinvegin hevur gingist klaksvíkingunum nakað betri. HB liðið er nógv broytt seinastu dystirnar, og verður tað nú í nógv størri mun satsað upp á royndar leikarar, ístaðin fyri at vóna, at teir yngru skulu halda liðinum uppi. Sostatt var bert pláss fyri Eyðuni Højgaard og Ransin N. Djurhuus av teimum yngru í byrjunaruppstillingini. Royndir menn so sum Jónleif Sólsker, Kaj Leo Johannesen, Gunnar Mohr og Heðin Joensen vóru millum teirra, sum mannaðu hini plássini. Hjá KÍ var talan um eitt sindur meira blandað fólkaslag, men tað vóru tó tveir leikarar við royndum, sum stóðu fyri tí mesta. Tomislav Sivic og Allan Joensen vóru allar 90 minuttirnar á vøllinum, og tað var eisini fyrst og fremst, tá hesir høvdu bóltin, at vandi var á ferð. Einasta málið í fyrra hálvleiki var eisini eitt úrslit av samspæli teirra millum. Tomislav fekk bóltin í einum kvikum mótálopi, og tá Allan yvirlappaði, varð bólturin sleptur júst í røttu løtu, og Kaj Leo hevði ikki ein livandi kjans, tá bólturin varð langaður fram við honum. Sovandi út Størsta partin av fyrra hálvleiki var tað KÍ, sum hevði yvirvágna í spælinum, og eftir at teir kundu fara til hálvleiks við lítlu leiðsluni, mundu tey flestu rokna við, at teir eisini skuldu vinna dystin. Tað tók tó ikki HB leikarunum nógva tíð at fáa javnvág í roknskapin. Eftir at hava givið bóltin upp, var ein long sending løgd oman móti horninum, og tá bólturin so varð lagdur inn fyri, setti Florin Mihaéscu kollin á. KÍ leikararnir tóktust ørkymlaðir av hesum, og eina løtu eftir málið, hevði HB greiða yvirvág, og fleiri heilt góðir møguleikar spurdust eisini burtur úr, men mál fingu teir tó ikki. Spakuliga kom KÍ við aftur í dystin, og aftur vóru tað teir báðir veteranarnir, sum tóktust vandamestir. Serliga Tomislav var væl upplgadur, og tað var meira enn tí einu ferðina, at hann so at siga gjørdi gjøldur burtur úr Bjarka Mohr, sum hevði ótakksamu uppgávuna at mansverja jugoslavan. KÍ legði seg á odda aftur, tá Allan Joensen dróg frá miðjuni, og staddur skamt uttan fyri brotsteigin lat hann skot av. Kaj Leo hálvbjargaði, og eftir at hava fingið fatur á returinum, kundi Tomislav sera hegnisliga senda bóltin í netið frá spiskum. KÍ hevði eftir hetta onkran heilt góðan møguleika at leggja seg á odda, men líkt var til, at teir máttu taka til takkar við einum teprum sigri. Hetta gjørdist tó av ongum, tí heldur óneyðugt fekk HB fram móti dystarenda javna fyri aðru ferð. KÍ málverjin, Meinhard Joensen, framdi eitt fullkomuliga óneyðugt brotsspark, tá hann fór út eftir einum hornasparksinnleggi, og Florin takkaði fyri møguleikan. Sostatt gjørdist javnleikur úrslitið, hóast KÍ løtu seinnu átti brotsspark. Dómarin metti tó, at brotið móti Tomislav varð framt á sjálvum brotsteigarmarkinum, og tá frísparkið frá Tomislav tók undirsíðuna á tvørtrænum, slapp HB við skrekkinum. Eitt stig í part var helst minni, enn báðir partarnir høvdu vónað. Tað bøtti tó nakað um støðuna, at Royn tapti móti B36, so alt í alt gjørdist fjarstøðan til beinleiðis niðurflyting størri. HB-KÍ 2-2 (0-1) 0-1: Allan Joensen 1-1: Florin Mihaéscu 1-2: Tomislav Sivic 2-2: Florin Mihaéscu (br.) TB meiri enn hálvsnávaði 2. deild: TB noyðist nú at ásanna, at tað neyvan verður talan um nakra beinleiðis uppflytan í ár LÍF-TB 1-1 (0-0) Tvørámenn kundu bæði vera nøgdir og ikki nøgdir, tá teir seinnapartin leygardagin fóru úr Leirvík. Tá teir komu norður, høvdu teir ætlað sær øll stigini fyri harvið at varðveita greiða anað plássið í deildini. Undir dystinum vóru teir fyri tað mesta kroystir aftur á egna hálvu, og harvið áttu teir kanska at verið nøgdir við málleysan javnleik. Tá tað restaðu tíggju minuttir fingu teir eitt mál so at siga burtur úr ongum, og so lá tað til, at teir skuldu fáa øll stigini. Støðan helt sær bara tríggjar minuttir. So helt dómarin - hann hevði ikki serliga breiða undirtøku fyri sínum sjónarmiði á og kring vøllin - at beinini vórðu krøkt undan Jonhardi Høgnesen, tá hann mitt fyri málinum var komin inn í brotsteigin. Tomek Resel javnaði við brotssparkinum, og so komu ikki fleiri mál. At LÍF ikki megnaði at fáa fulla úrtøku setti ljóskastaran enn eina ferð á stóra trupulleikan, sum teir í ár hava havt við at umseta møguleikarnar til mál. Heimaliðið hevði bóltin nógv meiri, og teir vóru serliga vandamiklir seinnapartin av 2. hálvleiki. Mitt í 2. hálvleiki kom Kristian í Vági á vøllin, og tá kom nógv meiri tyngd í álopspartin hjá LÍF. Kristian hevur ikki spælt síðani summarsteðgin, tí hann hevur verið í Danmark í skúla. Petur Sjúrðarberg var í álopinum frá fyrsta bríksli. Mitt í 1. hálvleiki fekk hann ein løst í beinið. Hann var á vøllinum inntil mitt í 2. hálvleiki, men tað var týðuligt, at hann var darvaður av skaðanum. Tá Kristian í Vági loysti hann av, hevði LÍF fleiri møguleikar. Teir báðir størstu vóru eftir uppspæl í vinstru og innlegg í brotsteigin. Í fyrra førinum varð skotið hjá Jonhardi Høgnesen úr málteigarhorninum í høgru blokerað út til horna. Hin møguleikin var uppaftur størri. Kristian í Vági var bara átta metrar úr málinum og mitt fyri, tá hann valdi at temja flatt innlegg. Men ólukkutíð fyri leirvíkingar fekk ein verjuspælari akkurát tonna á, so bólturin fór omanfyri málið hjá Magna Hentze. Signar Skaalum, sum er hvalbingur og búsitiandi á Tvøroyri - hann hevur áður spælt við Royn - skoraði TB málið. Verjukendi miðvallarin sendi úr átjan metrum flatt framvið Trygva Olsen, eftir at TB hevði havt innkast í vinstru. Tað var týðuligt, at TB restaði fleiri av føstu monnunum. Eyðun Gullok Svalbard og Birgir Jørgensen vóru báðir leikbannaðir, og harvið var tyngdin í álopinum burtur. At fyrsti álopsmaðurin, Dan Mortensen, breyt beinið beint undan summarsteðginum, og at verjuspælarin Magni Petersen hevur trupulleikar við ælboganum ger ikki støðuna betri hjá TB, sum skal stríðast fyri at varðveita næstfremsta plássið. Leirvíkingar tykjast sleppa undan beinleiðis niðurflyting, men um teir skulu fáa nógv stig afturat, so skulu teir fáa mál viðhvørt, tá teir spæla seg til møguleikar. LÍF-TB 1-1 (0-0) 0-1: Signar Skaalum 80. 1-1: Tomek Resel 83. Súni verður ikki verandi í GÍ Alt bendir á, at Súni Olsen um stutta tíð fer út um landoddarnar at royna fótbóltsevni síni Ein hin mest sjónligu av fleiri ungum leikarum, sum hava staðið seg væl í ár, man vera ungi gøtumaðurin, Súni Olsen. Fótbóltsevni hansara hava leingi verið sjónlig, og hann var eisini millum teir ungu fótbóltsføroyingar, sum umvegis Jákup í Stórustovu fingu høvi at venja við kendum útlendskum felag. Í summar var Súni sostatt í Noreg, har hann vandi við fremsta norska felagnum, Rosenborg, og stóð hann seg sera væl í dystum fyri unglingalið teirra. Sum so er ætlanini við hesum ferðum hjá ungu føroysku leikarunum ikki at selja teir alt fyri eitt, men heldur at geva teimum møguleikan at royna, hvussu tað er at vera í einum slíkum felagi. Hjá Súna tykist tað tó kanska at vera nakað øðrvísi, og hann váttar eisini, at tað er væl hugsandi, at normenn fara at koma við einum tilboði til sín, tá føroyska kappingin er liðug. Eisini í Hollandi Teir í Rosenborg eru tó ikki teir einastu, sum hava sýnt áhuga í unga GÍ leikaranum. GÍ hevur leingi havt sera gott samband við norska Gert Lange, og umvegis hendan, hevur Súni eisini fingið møguleika at vant við hollendska FC Zwolle. Hetta lið spælir í næstbestu hollendsku deildini, har teir í løtuni eru á næstfremsta sessinum, nú fýra umfør eru liðin av teirra kappingarári. Súni sigur við Sosialin, at hann umframt at venja við hollendska liðnum eisini spældi við unglingaliðnum ein dyst. Súni og teir vunnu 6-1, og sjálvur skeyt hann tvey av málunum, so avrki hansara mundi vera á eini leið. Á eini leið er í øllum førum ikki at taka munnin ov fullan, tí Súni sigur seg hava fingið sera positivar afturmeldingar frá hollendingunum, og hann hálvavegna roknar við, at okkurt tilboð um sáttmála fer at koma til Gøtu í næstum. Fer um møguleikin er har Sostatt bendir alt á, at GÍ má vera evnaríka leikaran fyri uttan til komandi kappingarár, og hetta tykist fyrikomandi unglingin heldur ikki at hava nakað ímóti. Hann dylur heldur ikki fyri, at vón hansara er, at sleppa at royna, hvussu langt fótbóltsevni hansara kunnu bera í framtíðini. Sum nevnt, so hava afturmeldingarnar út bæði Noreg og Hollandi verið somikið positivar, at hann roknar við sáttmálauppskotum frá báðum, og fær hann møguleikan, so verður tikið av. Um næstu føroyski stjørnuspælarin við hesum er komin fram, skulu vit ikki gera av á hesum síðum, men í øllum førum er gleðiligt at kunna staðfesta, at útlendingar nú rættuliga tykjast at hava borið eyga við føroyskar fótbóltsleikarar. Nakað sum í seinasta enda eigur at koma føroyskum fótbólti sum heild - og ikki minst landsliði okkara - til góðar. ÍF styrkti sína støðu 2. deild: Fuglfirðingar hava framvegis møguleikan at vinna sær rætt til fyrstudeildarfótbótl komandi ár, og leygardagin vunnu teir týdningarmiklan sigur á NSÍ NSÍ-ÍF 0-3 (0-1) Tá fuglfirðingar klokkan 16 seinnapartin leygardagin fóru á vøllin í Runavík, vistu teir, at um teir megnaðu at fáa øll stigini við til hús, so fóru teir at styrkja um sína støðu í uppflytingarstríðnum. Javnleikurin hjá TB í Lerivík var greiður undan dystarbyrjan í Runavík. Fuglfirðingar høvdu bóltin meiri í fyrra umfarinum, men teir høvdu ikki nógvar upplagdar møguleikar. Teir komu á odda, tá hálvur tími var farin. Liðformaðurin Torstein Joensen, sum í 1. hálvleiki var á miðvøllinum, vann fríspark mitt á NSÍ hálvuni í høgru, ein annar miðvallari, Eyðálvur R. Petersen sendi í brotsteigin, har miðverjin, Viggo Johannesen, fekk loyvi at stýra bóltinum í málið. Beint aftaná hevði NSÍ fríspark í høgru, men Erling Joensen, sum heldur frí frá langfarasiglingini og hevur vart ÍF málið síðani summarsteðgin, refleksbjargaði stútaranum frá Dann Knudsen við handara stólpan. Fyrstu tíggju minuttirnar av 2. hálvleiki trýsti NSÍ fyri at javna. ÍF setti tveir ungar menn, Eyðun Ryggshamar og Høgna Zachariassen, inn á miðvøllin, og Torstein Joensen fór aftur á vongverjan í høgru. Tað hjálpti hjá ÍF, men í álopinum frammanundan, at ÍF økti, var NSÍ tætt við at javna. Álop, sum byrjaði í vinstru hjá U-18 landsliðsspælaranum, Áka L. Hansen, endaði í vinstra borði, har Johnny Skibenæs lyfti innfyri. Bólturin fór omanfyri Erling Joensen, rakti í handara stólpan, og ein verjuspælari var fyrstur á, tá bólturin kom út frá aftur. Í næsta álopinum økti ÍF. Høgni Zachariassen lyfti fram ímillum, Ólavur Højgaard í NSÍ málinum kendi seg noyddan at leypa út, men miðframherjin hjá ÍF, Høgni á Lakjuni, var fyrstur á. ÍF spælarin, sum undan summarsteðginum var á 2. deildarliðnum hjá NSÍ, lyfti upp um málverjan, og bólturin stiklaði akkurát inn um strikuna, áðrenn verjuspælarin náddi at sparka burtur. Tá vóru 55 minuttir farnir, og so hevði ÍF fleiri møguleikar. Eitt nú kom Hergeir Eldevig, sum var sera raskur í høgru, púra leysur, men hann sendi omanfyri málið. Vongverjin í vinstru, Mortan Thomsen, staðfesti sigurin eitt stórt korter undan leikloki. Hann var púra leysur á brotssparksplettinum og hevði góðar stundir at stúta innleggið úr høgru upp um málverjan og inn í síðunetið. NSÍ var skert av leikbannum í 1. deild. Bergur Djurhuus var eyðsýndur á miðvøllinum, men í 2. hálvleiki var tað týðuligt, at fleiri av viðspælarunum ikki vóru í nóg góðari venjingarstøðu. NSÍ-ÍF 0-3 (0-1) 0-1: Viggo Johannesen 30. 0-2: Høgni á Lakjuni 55. 0-3: Mortan Thomsen 73. Pól bíðar eftir uppflytingini 1. deild í Íslandi: Uppflytingarveitlsan hjá Váli er útsett í eina viku, men lítil ivi tykist vera um, at uppflytingin gerst veruleiki komandi vikuskifti Ein av mest trúføstu stuðlunum hjá Allani Simonsen hevur tey seinnu árini verið Pól Thorsteinsson. Í ár hevur einki verið at hoyrt til hansara í landsliðshøpi. Eftir samanbrestin við Patrick Berger og reyða kortið í Prag í oktober í fjør setti UEFA Pól í skammikrók. Fyrsta partin av banninum bar Pól, tá Slovenia var á Svangaskarði. Tveir partar eru eftir. Tá ferðin til Sveis og Jugoslavia verður av um ein mánað, verður Pól Thorsteinsson aftur tøkur á landsliðnum. Eftir dystin ímóti Danmark ásannaði Allan Simonsen, at hann bíðar eftir at fáa Pól aftur á landsliðið. Bíðitíðina eftir altjóða fótbólti hevur Pól Thorsteinsson brúkt væøl og virðiliga í Íslandi. Hann spælir við Váli, sum í fjør fyri fyrstu ferð nakrantíð flutti niður í næstbestu deildina, og sum í ár hevur stríðst fyri at vinna sessin í bestu deildini aftur. FH av Hafnafirði er ovast í næstbestu deildini. Válur skal spæla ímóti teimum komandi vikuskifti, men tað er longu frammanundan greitt, at FH vinnur næstbestu deildina og flytir upp. Válur kundi havt tryggjað sær uppflyting fríggjakvøldið. Tá spældu teir ímóti KA av Akureyri. Eftir fyrra umfarið sá alt ljóst út hjá Póli og teimum. Válur var frammanfyri 2-0, men í 2. hálvleiki kiksaði alt hjá teimum. KA skoraði trý mál, og harvið varð uppflytingarveitlsan hjá Váli útsett. KA kann røkka sama stigatalið sum Válur, men reykjavíkarfelagið hevur so mikið nógv betri málmun, at í veruleikanum ber tað ikki til hjá KA at røkka Váli. Orsøkin til at tað hilnaðist so illa hjá Váli var, at teir eftir tíggju minuttir í 2. hálvleiki mistu ein mann. Málverjin var eitt sindur ótryggur, og so gekk skjótt skeiva vegin. Pól Thorsteinsson hevur ikki gjørt sær fyri skommum í Váli. Hann hevur sum tann einasti spælt allar dystirnar á tamb, og hann hevur bara fingið eitt gult kort. Um eina viku verður Pól fyri hesa ferð leysur av íslendskum fótbólti. Tað verður torført hjá Royn 2. deild: B36 fekk uppreisn eftir tapið seinasta vikuskiftið, og nú verður tað torført hjá hvalbingum at vera verandi í deildini Royn-B36 0-1 (0-0) Kravið hjá Royn undan dystinum var avgjørt ein sigur, tí umframt at liggja á aftasta plássi, so hevur liðið eisini eina sera torføra skrá í dystunum, sum eftir eru. Hetta var eisini næstseinasti dysturin heima á grasinum í Hvalba. Tað gekk tó ikki, tí B36 tók øll stigini við sær norðuraftur. Einasta málið gjørdi Tórálvur Poulsen beint eftir steðgin, og tað var nóg mikið at tryggja B36 sigurin. B36 broderaði seg ígjøgnum í vinstru síðu, og tað endaði við, at Tórálvur Poulsen kom at standa púra leysur við málverjanum beint undir málinum. Hann trillaði bóltin kalt framvið málverjanum til 1-0. Vindurin darvaði Serliga í fyrra hálvleiki var sera nógvur vindur tvørturum vøllin, og hetta darvaði spælinum sera nógv. Havnarmenninir høvdu eisini torført við at venja seg við undirlagið, sum kanska var heldur ójavnari, enn teir eru vanir við. Tí var lítið av skipaðum spæli at síggja og fáir málmøguleikar. B36 hevði teir stóru møguleikarnar í fyri steðgin. Tvær ferðir skuldu teir havt sett bóltin í netið. Fyrst fekk Tórálvur Poulsen eina sending frá miðvøllinum, og hann gjørdist púra leysur. Hann dróg heilt nær málinum, men málverjin bjargaði sera flott tí harða skotinum. Kanska størsta møguleikan í øllum dystinum hevði Bárður Olsen hjá B36. Málverjin hjá heimaliðnum hálvbjargaði einum langskoti, og B36 framherjin var fyrstur á bóltinum, men beindi hann uppum úr 5-metra fjarstøðu. Royn hevði lítið at bjóða uppá fyri steðgin, og ongan veruligan málmøguleika fingu teir. Móti endanum av dystinum legði Royn trýst á B36 fyri at at fáa útjavnandi málið, men allar royndirnar miseydnaðust. Eini tríggjar vandamiklar royndir stóðust av trýstinum, men málverjin hjá B36 noyddist ikki at gera nakra stóra bjarging. Fyrrverandi landsliðsspælarin Jákup Símun Simonsen sat á beinkinum hjá B36 henda dagin, og hann spældi tað seinasta korterið. Hann vísti eisini, at hann ikki heilt hevur gloymt bóltkynstrið, men hann er ikki beinleiðis í landsliðsvenjing. Royn er nú trý stig aftanfyri HB, sum er næstniðast. Enn eru ikki allar vónir brostnar, men tað verður torført. Royn hevur tveir útidystir móti ÍF og TB, sum bæði eru topplið, og ein heimadyst móti NSÍ. Hvalbingar skulu vinna onkran av hesum dystunum fyri at yvirliva. Hinvegin hevur B36 nú aftur møguleikan at fáa heiðursmerki. Fýra stig eru fram til TB og ÍF á øðrum og triðja plássi. B36 hevur bara dystir í Havn eftir, og har standa teir seg vanliga sera væl. Royn-B36 0-1 (0-0) 0-1: Tórálvur Poulsen Glið er komið á hjá Herfølge Óli Johannesen var fyri fyrstu ferð í næstan eitt ár ímillum teir fyrstu ellivu hjá AGF, sum gjørdist undirmannað og tapti Herfølge hevur fótað sær, og nú eru teir so spakuliga á veg burtur frá niðurflytingarplássunum. Sunnudagin vóru teir í Gladsaxe, og har vunnu teir 3-1 ímóti AB, sum ikki hevur vunnið, síðani teir gjørdu av við B36 í UEFA Cup. AB, sum hesa ferð spældi uttan landsliðsmenninar Brian Steen Nielsen og Michael Johansen, hevur tapt fýra landskappingardystir upp í slag. Lars Jacobsen setti hol á fyri Herfølge eftir málverjukiks í 7. minutti. Abdul Sule slapp at standa órógvaður í Herfølge málteiginum, tá eitt korter var farið, og so var javnleikur. Stutt undan steðginum skoraði Jesper Falck fyri Herfølge, og eitt korter undan leikloki var sami spælari aftur upp á spæl. Jákup Mikkelsen vardi málið hjá Herfølge. Hann hevði fleiri góðar bjargingar, umframt at hann var tryggur, tá viðspælararnir spældu aftur til hansara. Herfølge skal hósdagin spæla á útivølli í UEFA Cup. Dysturin verður ímóti svenska AIK Stokholm, sum hevur heimavøll á Råsunda, har Svøríki spælir heimadystirnar, um teir ikki verða spældir á Nya Ullevi í Göteborg. Eftir meistaraskapin og undanumfarið til Europa Cup fyri meistarar eru vit so rudduliga komnir niður á jørðina, og nú vísa vit tað spælið, sum í fjør bar meistaraskapin við sær, segði John Faxe Jensen eftir sigurin sunnudagin. Hesa ferð var venjarin sjálvur á liðnum. AB skal eisini spæla í UEFA Cup hósdagin. Teir skulu spæla í Prag ímóti Slavia. Óli á miðvøllinum Tá Óli Johannesen fyri einum góðum ári síðani varð seldur til AGF, kom hann mest sum beinanvegin á besta liðið. Síðani síðsta heyst hevur hann ongantíð verið ímillum teir fyrstu ellivu, men tað var hann sunnudagin. Merkisvert var tað, at Óli Johannesen hesa ferð var á verjukenda miðvallarplássinum. Har hevur hann ikki verið í AGF, men heima í TB er Óli ikki ókendur við tað plássið. AGF kom í Silkeborg á odda í 17. minutti. Langskotsmálið hjá Bo Nielsen var framúr gott. Í 34. minutti versnaðu fyritreytirnar hjá AGF heilt nógv. Tá fekk verjuspælarin Ken Martin reyða kortið fyri neyðbremsu. Hetta var annar dysturin á rað, at ein av verjumonnunum hjá AGF fekk reyða kortið fyri neyðbremsu. Mikukvøldið, tá Lyngby vann 4-1 í Århus, varð Dennis Sim rikin av vøllinum. Hóast teir vóru undirmannaðir, so megnaði AGF at halda tørn inntil í 72. minutti. Tá javnaði Henrik Pedersen, sum var fyrstu ferð á landsliðnum, tá danska landsliðið var í Føroyum. Sigursmálið stútaði Thomas Røll, tá tað bara restaðu fimm minuttir. Todi klárur OB var í Haderslev. Heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað nýggja liðnum í superliguni at fáa stig. Føroyski landsliðsmaðurin, Johan B. Hansen, var ikki ímillum teir fyrstu ellivu hjá OB, og hann varð ikki skiftur inn. OB vann 4-1, og tað var merkisvert, at trý mál vórðu skorað upp á brotsspark. Michael Hemmingsen skoraði upp á brotsspørk í 17. og 32. minutti, og í 34. minutti minkaði Haderslev um munin við brotssparki. Oddaliðið Lyngby, sum í 73 minuttir spældi við tíggju monnum, tapti ímóti Brøndby. Minuttin eftir útvísingina skoraði Lyngby, og teir megnaðu at halda tætt, inntil tað restaði eitt korter. So skoraði VBrøndby tríggjar ferðir. Tað hevur við sær, at tað er rættuliga tætt. Í gjárkvøldið klokkan 18 skuldi FCK spæla á útivølli í Aalborg. Í vikuskiftinum var greitt, at Todi Jónsson skuldi við FCK til Jyllands. Todi var ikki við, tá FCK mikukvøldið vann 1-0 í Parkini ímóti AB. Men nú tykist tað, sum um skaðin, ið Todi næstsíðsta fríggjakvøld fekk í lærið á Svangaskarði, er burtur. Í Viborg var tað lítið áhugavert, tá heimaliðið og FC Midtjylland spældu 0-0. Flo hóttir Kurt Mørkøre Noreg: Sogndal vann aftur stórsigur og helt harvið tørn um møguleikan at spæla um uppflyting Sogndal er framvegis við í kappingini at flyta upp í bestu norsku deildina komandi ár. Teir vunnu sunnudagin 6-0 á heimavølli ímóti Sandefjord. Kurt Mørkøre skoraði eitt mál. Hann hevur higartil verið toppskjútti í næstbestu norsku deildini, men tað er hann ikki longur. Jostein Flo spælir við Strømgodset, sum er næstfremst. Teir vunnu sunnudagin 10-2 ímóti Byåsen. Jostein Flo skoraði fýra mál. Nú er hann toppskjútti í 1. deild. Hann hevur skorað 20 mál, meðan Kurt Mørkøre hevur skorað nítjan mál. 864 áskoðarar hungaðu sær í sól og eitt sindur av vindi kring heimavøllin hjá Sogndal, Fosshaugana, men tað tók sína tíð, áðrenn sigurin var í pottinum. Sogndal var omaná mesta partin av tíðini, og longu í 9. minutti legði álopsfelagin hjá Kurt Mørkøre, Tommy Øren, Sogndal framum úr sjey metrum. Kurt Mørkøre hevði næstsíðsta fótin á. Sandefjord hevði ein møguleika at javna í 1. hálvleiki, men teir sendu í stólpan, og tíðliga í 2. hálvleiki noyddist Sogndal málverjin, Terje Skjeldestad, at vísa stórspæl. Tá tað restaði eitt korter glapp, og so gekk skjótt hjá Sogndal undan vindinum. Alexander Ødegaard skoraði úr 18 metrum, og ein minutt seinni var Kurt Mørkøre tryggur, tá hann var einsamallur við málverjanum. Hans Fróði Hansen og Julian Johnsson vóru við alla tíðina. Kurt Mørkøre, sum hevði fingið gula kortið, varð skiftur út. Kristian Ystaas kom inn fyri Kurt, og hann skoraði tvey mál. Hitt fyrra tá 80 minuttir vóru farnir og hitt seinna, tá tríggir minuttir vóru eftir. Komandi sunnudag fær Sogndal vitjan av Strindheim, sum er næstniðast. Sunnudagin var tað merkisvert, at Strindheim á heimavølli megnaði 3-3 ímóti oddaliðnum Lyn. Sandefjord skal spæla á heimavølli ímóti næstfremsta Strømgodset. Kappingarárið í næstbestu norsku deildini verður liðugt 22. oktober, tá 26. og seinasta umfarið verður á skránni. Leiftur vann og dumpaði Tað verður mett sannlíkt, at Páll Guðlaugsson aftur komandi ár verður venjari á Ólafsfirði Fyri fyrstu ferð í fleiri vikur fór Uni Arge sunnudagin av vøllinum uttan at teljast millum málskjúttarnar. Teir á Akranesi høvdu vitjan av Keflavík, og tað var um reppið, at gestirnir fóru avstað við øllum stigunum. Keflavík kom á odda 2-1, tá ein hálvur tími var eftir, og fýra minuttir seinni høvdu teir møguleikan at økja um leiðsluna, men teir misnýttu brotsspark. ÍA javnaði í evstu løtu. Baldur Aðalsteinsson sendi úr brotsteiginum bóltin aftur um seg sjálvan og í málið. So var støðan 2-2, og tað gjørdist endaliga úrslitið, tí dómarin bríkslaði dystin av, áðrenn spælið varð sett í gongd aftur. Tað var strevið hjá ÍA, tí teir vóru aftanfyri tað mesta av tíðini. Í 26. minutti setti Keflavík hol á, og í 58. minutti javnaði ÍA. Tað var Alexander Högnason, sum umsetti brotsspark til mál. ÍA hevur mist møguleikan at vinna meistaraskapin. Nú hugsa teir mest um steypafinaluna, sum verður ímóti ÍBV sunnudagin 24. setpember. Leiftur liðugt Jens Martin Knudsen var ikki á liðnum hjá Leiftri, og avloysarin var ikki serliga heppin. Longu í 5. minutti gjørdi hann eitt mistak, sum hevði við sær, at Fram kom framum. Leiðslan helt sær til í 53. minutti. Tá javnaði brasiliumaðurin Alexandro Santos. Leiftur fekk sigursmálið eitt korter undan dystarloki. Hörður Már Magnússon sendi umvegis tvørtræið í málið. Hóast føroyingarnir á Ólafsfirði vunnu, so er tað greitt, at Leiftur, sum í fjør vann bronsukrónur, skal spæla í næstbestu deildini komandi ár. Teir enda á aftasta plássinum. Undan vikuskiftinum ljóðaði í íslendskum fjølmiðlum, at tað er upp á tal, at Páll Guðlaugsson aftur komandi ár skal vera venjari hjá Leiftri. Páll, sum vandi Keflavík fyrr í summar, og sum hesar seinastu vikurnar hevur verið á beinkinum hjá Leiftri, hevði ábyrgdina á Ólafsfirði í fjør og í fyrraárið. Tá stóð Leiftur seg betur, enn teir nakrantíð áður hava gjørt. Trý lið stríðast fyri at sleppa undan næstaftasta plássinum. Fram er illa fyri, men teir hava sjálvir møguleika at senda Breiðablik niður. Triðja liðið er Stjarnan. KR best fyri Besta boðið uppá meistaraskapin er KR, sum eisini var meistari í fjør, tá teir eisini vunnu steypakappingina. Sunnudagin gjørdust teir nýtt oddalið. Teir vunnu 1-0 á heimavølli ímóti ÍBV. Málið fingu teir, tá eitt korter var eftir. Oddaliðið higartil, Fylkir, tapti 2-1 í Grindavík. KR er tvey stig frammanfyri Fylkir. Um Fylkir vinnur í síðsta umfarinum, tá teir skulu spæla ímóti Una Arge og ÍA, so verður tað neyðugt hjá KR at vinna sín dyst fyri at gerast meistari. Fylkir hevur betri málmun enn KR, sum skal spæla ímóti Stjarnuni. GÍ fekk bank frá HB HB vann seg upp aftur á oddasessin, tá teir vundu burtur úr einum GÍ liði, sum hinvegin var tamari enn teir leingi hava verið HB-GÍ 5-0 (2-0) Longu frá fyrsta bríksli var líkt til, at HB skuldi geva GÍ ein rættuligan umgang sunnudagin, og hóast GÍ onkuntíð fekk fylgt hampuliga væl við, so hevðoi tú alla tíðina varhugan av, at henda dagin átti HB. Greiður munur á Tað var nevnliga beinanvegin sjónligt, at GÍ liðið á vøllinum als ikki var sama GÍ lið, sum fólk eru von við at síggja. Hóast manningin var á leið hin sama, so var hugburðurin langt við síðuna av tí vanliga, og tað var eisini skjótt, at spentar støður spurdust burtur úr. Markeringarnar hjá gestunum vóru sum best bar til, og eftir at HB hevði roynt at ligið framvið nakrar ferðir í byrjanini, brast fyri nev eftir bert sjey minuttum. Ein bóltur varð lyftur inn um GÍ verjuna, og Jón Rói Jacobsen slapp púra leysur av verjuni. Eftir at hava snýtt ein spurtandi gøtumann langaði hann til móti málinum, men Hallur bjargaði í fyrstu atløgu. Retururin fall tó aftur til Jón Róa, og uttan stórvegis hóvasták smekkaði hann bóltin flatt í netið. Løtuna eftir hetta hevði HB fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, men so við og við kom GÍ betri við í dystin. Fyrst og fremst var hetta tó orsakað av, at ferðin hjá HB fór nógv niður, kanska tí teir byrjaðu at taka eitt sindur lætt upp á uppgávuna. Gøtumenninir sluppu soleiðis longur og longur niðan á vøllin, og onkuntíð spurdust eisini spentar støður burturúr. Heilt galið mundi gingið hjá HB, tá Magni fekk eina høga sending inn í brotsteigin, men Bárður var sum ein køttur undir tvørtrænum, tá miðlingurin av Jarnskor brøðrunum heilfluktaði. Um tað var hetta, sum fekk HB at vakna skal ikki sigast, men tað, sum eftir var av dystinum mundi GÍ ikki hava nakað, sum líktist einum rættuligum málmøguleika. Heimamenninir tóku aftur meira yvir, og tá fyrri hálvleikur var so at siga liðugt spældur, góvu teir GÍ mønustingin. HB hevði tá vunnið sær hornaspark í vinstru síðu, og Allan var settur at skjóta. Gøtumenn vóru ógvuliga ónøgdir um, at málverjin ikki fekk tillutað fríspark, men hvussu var og ikki, so endaði bólturin í netinum umvegis Bartal Eliasen, sum sostatt varð skrásettur fyri sjálvmál. Einki at tosa um Í seinna hálvleiki var ongantíð nakar sum helst ivi um, hvønn veg dysturin skuldi koppa. HB sat á so at siga øllum, og tað eydnaðist teimum eisini at fáa trý mál. Tað fyrsta kom, tá Allan Mørkøre varð sendir avstað í høgru. Hann dróg frá einum verjuleikara, snýtti tann næsta og langaði so bóltin í handara síðunet. Nakað seinni kundi Pætur Dahl økja til 4-0, eftir at eitt innlegg frá Allani slapp at ferðast til handaru stong, og móti dystarenda kundi Bárður Mortansson seta seinasta seymin í, tá hann fekk fatur á einum bólti í GÍ brotsteiginum, og síðani seni hann flatt framvið málverjanum. Umframt málini hevði HB fleiri aðrar góðar møgueikar, men klárt besti maður á GÍ liðnum, Hallur Hansen, vardi í fleiri førum sera væl fyri, tá HB leikarar vóru meira ella minni leysir við honum. Tíðin farin Gøtumenn hava mangan havt ein meira sigandi leiklut í kappingini, enn teir hava í løtuni, men sannleikin er helst tann, at teir í løtuni ikki eru nóg sterkir at standa seg í oddinum. Sunnudagin sýndu teir heldur ikki tann stríðsvilja, sum áður hevur borið teir so langt, og tað er helst í hesum, at størsta orsøkin til ósigurin skal finnast. Allir 50/50 bóltar endaðu við, at HB leikarar struku avstað við bóltinum, og harumframt var einki sum helst nærlagni í verjuspælinum hjá GÍ. Tá hetta er sagt, skal eisini nevnast, at HB í løtum sýndi sera gott fótbóltsspæl, og hóast alt skal eitt sindur til, fyri at vinna somikið trygt á GÍ. Serliga fyrstu løtuna var rættulig ferð á HB samanspælinum, og tað var ein fragd at síggja, hvussu væl teir brutu ígjøgnum í báðum borðunum. Í vinstru við góðum samanspæli millum Andrew, Róa og Janus, og í høgru við rinari rástyrki frá einum Allani Mørkøre, sum rættuliga tykist á veg upp aftur, eftir skaðan hann hevur drigist við í knænum. Fremsta FM boð Sum HB spældi sunnudagin tykjast teir at vera mest upplagda FM boðið í løtuni. Eisini um hugsa verður um komandi toppdystin á Svangaskarði. Sunnudagin sýndu teir í øllum førum ikki á nakran hátt, at teir eru bangnir fyri at vinna gullmerkini, og júst hetta er ein sera týdningarmikil eginleiki, tá endaspurturin skal setast í gongd. Bæði VB og B68 hava sýnt stórar veikleika á sálarliga støðinum, tá tey hava havt oddasessin í varveitslu, og júst sálarligi parturin av spælinum verður uttan iva sera týdningarmikil, tá gullmerkini skulu gevast. Harumframt tykist HB at hava eina størri breidd í hópinum enn hinir báðir oddafiskarnir, og móti GÍ tóktist tað ongantíð at gera nakran mun skeivan vegin, tá útskiftingar vórðu framdar. Tvørtur ímóti var líkt til, at innskiftu leikararnir vildu prógva, at teir eiga at byrja inni næstu ferð, og eitt nú komu bæði Pætur og Bárður á máltalvuna eftir innskiftingina. Samanumtikið ein hugagóður dagur hjá HB viðhaldsfólkum, sum so smátt munnu vera farin at hugsa um eina útferð til Sumbiar í seinasta umfarinum. Áðrenn tað kemur so langt, skal Svangaskarð tó fyrst fáast frá hondini, og einki er at ivast í, at ferðslan inn í Eysturoynna fer at verða stór komandi sunnudag. HB-GÍ 5-0 (2-0) 1-0: Jón Rói Jacobsen 6 2-0: sjálvmál 44 3-0: Allan Mørkøre 67 4-0: Pætur Dahl 82 5-0: Bárður Mortansson 89 Dómari: Jens Petur Brattalíð (VB) NSÍ feldi aftur eitt oddalið Býtið av málmøguleikum var hips um haps, men NSÍ hevði stóra úrtøku, meðan toppskjúttarnir hjá B68 vóru sørir NSÍ-B68 3-0 (2-0) Toftamenn vórðu sunnukvøldið sendir út um aftur Rókina tómhentir. Fyri triðju ferð eftir summarfrítíðina eydnaðist tað NSÍ at fáa øll stigini ímótti einum oddaliði. Tað var væl klára, tá tikið verður við, at Christian Høgni Jacobsen og Sonni L. Petersen vóru leikbannaðir, at ein tann frægasti bóltspælarin, Sjúrður Jacobsen, var skaddur, og at visitturin hjá Abrahami Løkin á besta liðnum sigst vera liðugur. NSÍ hevði fýra upplagdar málmøguleikar, og teir fingu trý mál. B68 mundi hava umleið sama talið av málmøguleikum, men teir fingu einki mál. At tað ikki var teirra dagur varð so dyggiliga undirstrika, tá teir í 67. minutti fingu brotsspark. Eftir uppspæl í vinstru og innlegg frá Jákupi Djurhuus, varð Marlon Jorge feldur av Jónsteini Petersen, men Súni Fríði Johannesen sendi í stólpan til vinstru fyri seg sjálvan. Tá var støðan 3-0, dysturin var avgjørdur, og NSÍ hevði verið tætt við at økja til 4-0. Av egnari hálvu sendu teir fríspark fram í vinstru, hagani Jónstein Petersen úr sekstan metrum smekkaði flatt í nærra stólpan. Henda møguleikan fingu teir stutt eftir, at teir tíðliga í 2. hálvleiki høvdu punkterað dystin. Tað gjørdi Eddie Mikkelsen úr vinstru, eftir at uppspæl í høgru hjá Gert Langgaard var endað við tveimum fløtum sendingum tvørtur um vøllin. Mál og møguleikar hjá NSÍ NSÍ setti hol á eftir eitt korter. Teir vunnu fyrsta horna í dystinum í vinstru, tað endaði við nýggjum horna, sum Ian Højgaard sendi beinleiðis í handara stólpan. Bólturin stakk út í vøllin, og meðan nógvir toftamenn hugdu at, tveitti Djóni N. Joensen seg fram og stútaði upp í nettakið. 1-0 gjørdist til 2-0, tá NSÍ í 26. minutti aftur var í nánd av B68 málinum. Jónstein Petersen sendi miðskeiðis av B68 hálvuni í høgru frísparksinnlegg innfyri málið. Bólturin sigldi yvir vinum og fíggindum og til handara stólpan, har Dánial Hansen var blankur og stútaði í kassan. Møguleikar hjá B68 Toftamenn mundu kenna tað soleiðis, at hetta var ikki teirra dagur. Teir høvdu verið um reppið at fáa um endan aftur, tá støðan var 1-0, men teir megnaðu ongantíð at fáa úrtøku burturúr møguleikunum. Fyrsta møguleikan fekk Fróði Benjaminsen, tá eitt korter var farið. Hann sneiddi í høgru fleiri av, men tá hann var komin í brotsteigin og skuldi leggja bóltin til vinstra bein, varð hann taklaður. Í næsta álopinum, eftir at NSÍ hevði sett hol á, endaði B68 uppspæl í høgru við, at Fróði Benjaminsen stakk Marcello leysan í vinstru. Í brotsteiginum sneiddi hann út frá, men úr góðari støðu fór skotið við síðuna av handara stólpanum aftanfyri Rúna Joensen. Sjey minuttir undan steðginum spældi Fróði Benjaminsen Súna Fríða Johannesen leysan í brotsteiginum. Royndin hjá honum tók stólparótina. Uppskriftin Tað var størri tyngd í spælinum hjá NSÍ, enn tað var í hjá B68. Teir á heimaliðnum vunnu flestu nærdystirnar, og í høvuðspælinum vóru teir suverenir. Teir spældu við trimum í miðverjuni, og hesir vóru botnurin í avrikinum. Umframt at gera fyrsta málið, so var Djóni N. Joensen eyðsýndur sum góður stýrimaður í verjuni. Hann og Arnfinn Langgaard vunnu allar luftbóltarnar ímóti lítið sjónligu Marcello Marcellino og Súna Fríða Johannesen, og Kári Hansen stóð seg eisini væl sum eftiransari. Á miðvøllinum var Elian Hansen við fyri fyrstu ferð í langa tíð. Hann hevði eina uppgávu. Hon var at fylgja Øssuri Hansen alla staðni. Øssur var saman við Jan Dam og Arnbirni Danielsen mest eyðsýndi B68 maðurin, men tætta eftiransingin gjørdi, at hann ongantíð megnaði tað yvirskotið, sum í fleiri øðrum dystum í ár hevur gjørt, at B68 hevur fingið mál og vunnið sigrar. Brynjolvur Nielsen, Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen og Gert Langgaard fingu tyngd og breidd í NSÍ spælið, og í álopinum arbeiddu Jónstein Petersen og Dánial Hansen nógv. NSÍ, NSÍ fagnaðu heimaáskoðararnir, sum hava frøtt seg um fleiri sigrar á teimum fremstu, men sum samstundis mugu staðfesta, at tað neyvan verður meiri enn næstan heiðursmerkir í ár. Toftamenn fóru nakkalangir út um Løkin, men teir kunnu framvegis avgera, um teir skulu vinna gull ella ikki. jh NSÍ-B68 3-0 (2-0) 1-0: Djóni N. Joensen 15 2-0: Dánial Hansen 26 3-0: Eddie Mikkelsen 52 Dómari: Lassin Isaksen (KÍ) NSÍ: Rúni Joensen - Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard - Gert Langgaard, Elian Hansen, Brynjolvur Nielsen, Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen - Dánial Hansen, Jónstein Petersen B68: Magnus Poulsen - Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Oleif Joensen - Marlon Jorge, Jan Petersen, Øssur Hansen, Fróði Benjaminsen, Jákup Djurhuus - Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino Fegnast um avgerðina hjá Tórbjørni Jacobsen Vit heimahjálpir á Tvøroyri, fegnast stórliga um ta avgerð, sum Tórbjørn Jacobsen nú hevur tikið um at leggja almanna- og heilsumannaskúlan her. Leingi hava vit bíðað eftir hesum skúlanum. Men vit hava bara hildið tað vera sjálvsagt, at skúlin, mestsum av sær sjálvum, varð lagdur í Havn, so nógvar av okkum hava longu gjørt húskjum okkara greitt, at í 1 - 1 1/2 ár fóru vit at búgva í Havn. Eingin av okkum hevði hildið tað verið trupult, tí vit er so von við at føroyska samfelagið er soleiðis skipað, at alt skal vera í Havn. Tí tykist tað løgið, og eitt sindur hugstoytt, at bæði politikarar og fakfelagsleiðarar koma kropp av kroppi í fjølmiðlarnar, at gera greitt, at tað er ógjørligt hjá fólki norðanfjørðs at koma til Surðoyar í útbúgvingarørindum. Og tað er ongin endi á grundgevingunum fyri, at skúlin ómøguligt má leggjast í Suðuroy. Men hesar grundgevingar eru so grunnar, at tær eru skjótar at vísa aftur. Víst verður á, at tey, sum skulu ganga í hesum skúla eru ikki ungdómar, men tilkomnar konur við manni og børnum, og at tað verður ógjørligt at fáa tey til Suðuroyar at ganga í skúla. Vit mugu spyrja: Hví skal tað vera ómøguligt hjá norðanfjørðskonum at flyta frá manni og børnum í 1- 1 1/2 ár, tá ið tað verður hildið at vera púra sjálvsagt, at vit, suðuroyarkonur, skulu gera tað? Almanna - og heilsuskúlin skal vera ein deild av sjúkrasystraskúlanum. Ført verður fram, at tað ber ikki til at hava skúlastjóra í Havn og skúla á Tvøroyri. Vit kunnu bara vísa á, at Miðnámsskúlin í Suðuroy er ein deild av studentaskúlanum í Havn, við einum skúlastjóra í Havn og einum deildarleiðara í Suðuroy. Soleiðis hevur tað verið síðani í sjeytiárunum og vit hava ikki hoyrt annað enn at tað virkar væl. Vit eiga eisini at minnast til, hvussu stórur tekniski framburðurin hevur verið hesi seinastu árini. Men hvat er teknikurin verdur, um hann ikki verður brúktur. Og hvat er meiri sjálvsagt, enn at tann tekniski framburðurin í Føroyum verður brúktur til at styrkja útjaðaraøkini? Vit minnast øll, tá ið alnetið kom til Føroyar og spurt varð, hvønn týdning hetta kundi fáa. Tá var tað onkur, sum júst kom inn á undirvísing og segði, at nú fór tað at bera til at sita í Sumba og lesa til prest í Keypmannahavn. Tað er eisini nú um dagarnar, at vit hava sæð lýsing frá Handilsskúlanum, har teir bjóða næmingum til at taka útbúgving í Suðuroy við fjarundirvísing úr Havn. Næmingarnir í Suðuroy bæði síggja og hoyra lærara og næmingar í Havn í sjónvarpsskíggja, og lærari og næmingar í Havn síggja og hoyra líkaleiðis næmingarnir í Suðuroy á sjónvarpsskíggja. Skal tað so ikki bera til at sita á Tvøroyri og lesa til almanna- og heilsuhjálpara úr Havn? Tað er eisini nú í vikuni, at vit hava lisið í bløðunum um teir ovurhonds stóru bústaðartrupulleikarnar, hjá skúlanæmingum í Havn. Hví leggja stein omaná byrðu og leggja enn størri trýst á bústaðarmarknaðin í Havn við einum skúla afturat? Hinvegin kunnu vit vísa á, at tað er nógvar ferðir bíligari at leiga í Suðuroy enn í Havn, tí, her fært tú eini heil hús fyri tað, sum tú noyðist at gjalda fyri eitt verilsi í Havn. Tað má eisini vera øllum greitt, at tað er nógva ferðir bíligari at leiga høli til skúlan í Suðuroy, enn tað er í høvuðsstaðnum. Bara á Tvøroyri standa fleiri hús tóm. Sostatt eru bara fyrimunir av at flyta almanna- og heilsuskúlan til Suðuroyar. Men tað er tankavekjandi, at eitt so pikkalítið stig á økismenningarleið, sum hetta, skal fáa so dygga mótstøðu, sum ætlanin hjá Tórbirni Jacobsen at flyta almanna- og heilsuskúlan til Suðuroyar, hevur fingið. Hetta avdúkar betri enn nakað annað, hvussu tungur andróðurin er hjá teimum, sum veruliga leggja ein týdning í politiska slagorðið >>økismenning<<. Og hetta er eitt fullgott dømi um, at skulu vit gera okkum vónir um nakra økismenning, krevst tað støðufastir politikarar, ið tora at taka avgerðir, sum ganga beint ímóti hugsanini hjá skrivstovuveldinum av øllum slagi. Íroknað fakfeløgini. Men ikki minst skal ein hugburðsbroyting til hjá teimum, sum ikki duga at síggja eina verð uttanfyri høvðusstaðin. Vinarliga vegna heimahjálpararnar á Tvøroyri Ketty Petersen, Hildigarð Jacobsen og Hervør Svalbard Mangt skal ein hoyra áðrenn oyruni detta av "Kommunan bjóðar fólki løn fyri at ansa egnum børnum!" - Deja-vu? Tað eru eyðsæð eingin mørk fyri hvussu Tórshavnar Býráð kann snúgva sær, tá finnast skal ein loysn á ovurhonds stóra barnaansinartrupulleikanum. Nýggjasta krumspringið er, at familjur kunnu taka egin børn í dagrøkt, gjalda kommununi fyri dagrøktarplássið og samstundis fáa løn sum dagrøktarar. Einasta treytin er, at familjan tekur onnur børn í dagrøkt eisini. Ein neyðarslig loysn Við eini handavending er trupulleikin hjá familjuni loystur, frá at vera neyðardýr á langa bíðilistanum til barnaansing, til at fáa eitt dreymakall og verða sett í starv hjá kommununi - sum dagrøktarmamma! Versgóð! Hetta er, umframt at vera eitt kamuflera kontantgjald, at gera sær dælt av vónleysu støðuni hjá fólki. Tí um fólk veruliga ynsktu at gerast dagrøktarar, so høvdu tey allarhelst longu verið tað. Tað sum hendir nú, er, at fólk ikki síggja nakra aðra loysn og sostatt gerast dagrøktarar av neyð. Og hvør hevur gleði av einum fólki, hvørs einasta forfeingiliga ynski er at sleppa út aftur á arbeiðsmarknaðin, ja, sum kanska enntá hevur eina útbúgving? Børnini? Nei, tað er eitt ógemeina undarligt hugflog hesi fólk hava. Toga, snara og toyggja veruleikanum - alt fyri at sleppa undan at taka støðu til og loysa áleikandi trupulleikan, nevniliga at eini 400 børn í kommununi ikki hava eitt ansingarpláss, men eru latin upp í hendurnar á tilvildarligum loysnum, líka frá vælviljandi næstringum til... ja, eg orki ikki tankan! Prógvar hugburðin Hettar prógvar enn einaferð hugburðin hjá avvarandi mynduleika til barnatilveruna. Eitt lítið bil, sum skal haldast eyga við og ansast. Og ikki eitt lítið skinn, sum hevur uppiborið eitt mennandi og avbjóðandi umhvørvi, har nærløgd og áhugað fólk starvast - ikki av neyð, men av hugi. Rigmor Dam Oddagrein: Alt vent á høvdið TAÐ eru løgin signal, sum í hesum døgum verða meldað út úr Tinganesi. Meðan tað áður hevur verið banniorð millum tjóðveldisfólk bara somikið sum at taka Nato uppá tungu, er nú bráddliga vent í holuni og tykist nýggi formaður floksins at vera ein av heitastu talsmonnunum fyri Natolimaskapi. Tey mongu tjóðveldisfólk, sum hava verið við í mongu mótmælisgongunum móti Nato og milliterinum sum heild gretta ikki orð, nú løgmaður og varaløgmaður í sátt og semju eru farnir at bróta upp úr nýggjum. Harvið ganga teir eisini ímóti øllum teimum løgtingssamtyktum, sum teir og teirra hava verið við til at taka undir við mongu seinastu árini. Samtyktir, sum greitt søgdu, at Føroyar skulu standa uttan fyri alt herðnarligt vald. NÚ verða so allar hesar samtyktir og øll tey fólk, ið stóðu aftanfyri tær, ofrað á fullveldisins altari. Øðrvísi kann tað ikki skiljast. Hvussu kann ein flokkur, hvørs røtur og høvuðsstuðlar hava havt sum hjartamál at ganga ímóti Natolimaskapi, nú bráddliga kúvenda! Og hvussu ber tað til, at allir teir tjóðveldismenn, sum í skrift og talu nettupp leikaðu harðast í móti eitt nú fólkaflokkinum í hesum máli, nú hava mist málið! Í leirinum hjá løgmanni er støðan ikki øðrvísi. Har tykist eisini nógv vent á høvdið. Tí meðan løgmaður fyrr hevur tosað um eina breiða loysn í sjálvstýrismálinum, so hevur hann nú flaggað út sum kanska tann mest víðgongdi fullveldismaðurin av øllum. Hetta vita vit er ikki í samsvar við meiningina hjá einum stórum parti av fólkaflokkinum, sum ynskir at taka sjálvstýri stig fyri stig - nøkunlunda eftir sama leisti, sum Javnaðarflokkurin í dag gongur inn fyri. VIT minnast øll, hvat ein av mest framstandandi fólkafloksmonnunum, Birgir Danielsen, segði herfyri: at hansara formaður og løgmaður lat seg manipulera av Høgna Hoydal. Einasta broyting, sum er hend síðani tá er tann, at Anfinn Kallsberg nú er farin at brúka orðið sjálvstýri ístaðin fyri fullveldi. At løgmaður er farin at geva Nato so stóran prioritet man tó neyvan hava nakað við sjálvstýrið at gera. Heldur er tað ein taktisk manøvra fyri at seta kíla í Tjóðveldisflokkin. Tað signalið hevur partamaðurin Bjarni Djurholm eisini fangað. Teir nýtast tó ikki at gera sær tann stóra ómakin, tí røturnar í Tjoðveldisflokkinum, antinatorøturnar, lata seg blint leiða av formanni floksins, sum eftir øllum at døma hevur slept mong av gomlu tjóðveldisidealunum. FCK nærkast toppinum Todi Jónsson er framvegis plágaður av skaðanum, hann fekk í Føroyum fyri smáum tveimum vikum síðani Lagið var einki serligt í Aalborg mánakvøldið. FCK var á vitjan, og teir 7.163 áskoðararnir sóu gestirnar vinna 2-1 og harvið fara við øllum stigunum. Harvið er AaB komið so tætt at botninum, at talan verður um botndyst, tá AGF og Óli Johannesen komandi sunnudag fara at vitja í Aalborg. Men tað píndi áskoðararnar uppaftur meiri, at Ståle Solbakken, sum inntil fyri tveimum vikum síðani var stóra miðvallarstjørnan og mest avhildni spælarin í AaB, hesa ferð umboðaði FCK. Tað gjørdi norðmaðurin so frágera væl, at hann av hyggjarunum hjá TV3+ varð kostin besti maður á vølli, og tað var ikki so undarligt. AaB kom á odda í 13. minutti eftir hornaspark. FCK var leingi illa kroyst av heimaliðnum, sum ferð eftir ferð spældi seg ígjøgnum í borðunum. Men eftir ein hálvan tíma var ein annar norðmaður hjá FCK, Harald Brattbakk, brádliga púra leysur á AaB hálvuni. Hann megnaði at halda verjuspælararnar aftanfyri seg, dró ímóti málinum og setti bóltin við síðuna av Jimmy Nielsen og í málið til 1-1. Í 2. hálvleiki hevði FCK betri tak á. Og í 65. minutti fingu teir sigursmálið. Málskjútti var eingin annar enn Ståle Solbakken, sum í 2. hálvleiki var sannur miðvallargeneralur. Málið var meinlíkt tí, sum Dánial Hansen úr NSÍ sunnudagin stútaði ímóti B68. Todi er á veg Undan vikuskiftinum ljóðaði í onkrum donskum fjølmiðlum, at Todi Jónsson skuldi vera í FCK hópinum mánakvøldið. Todi var ikki í Aalborg. Hann sat heima við hús í Keypmannahavn og fylgdi við og frøddi seg um, at hansara lið nú hevur vunnið tríggjar dystir á rað. Sjálvandi vil Todi fegin spæla við hvørja ferð, og tað er neyvan nakrar vandi fyri, at hann ikki sleppur framat, tá hann verður tøkur aftur. Bæði hesa ferð og tá FCK mikukvøldið vann 1-0 á heimavølli ímóti AB, var Thomas Thorninger á miðvallarplássinum í vinstru. Avrikið hjá honum hesar báðu ferðirnar bendi ikki á, at plássið hjá Toda er hótt. Síðani landsliðsferðina í Føroyum hevur Todi fingið viðgerð í lærinum, og hann hevur vant fyri seg sjálvan. Í gjár var møguleiki fyri, at hann í dag ella í morgin fer at venja saman við hinum. FCK, sum bara er tvey stig frá oddasessinum, skal sunnudagin spæla á heimavølli ímóti OB, sum hevur Johan B. Hansen í hópinum. Sum nevnt omanfyri so skal AGF við Óla Johannesen í hópinum spæla í Aalborg. Herfølge og Jákup Mikkelsen skulu sunnudagin spæla á heimavølli ímóti FC Midtjylland. VB er nýtt oddalið Fyri fyrstu ferð í ár er VB oddalið í endaumfarinum í bestu føroysku kvinnudeildini, eftir at tær fríggjakvøldið vunnu heili 6-0 á KÍ í útsetta dystinum teirra millum. Sunnudagin spældu øll liðini, og KÍ, VB og HB fingu fulla úrtøku, meðan B36, saman við NSÍ og Skála, ikki hevur møguleika at ogna sær heiðursmerki í ár Heini í Skorini Útsetti toppdysturin millum VB og KÍ varð spældur í stormi suðuri í Vági, og klaksvíkskvinnur halda, at dysturin ongantíð átti at verið bríkslaður í gongd. Væntað varð frammanundan dystinum, at hetta fór at vera ein sera javnur og spennandi dystur, men tað gjørdist ongantíð spennandi suðuri í Vági, tí sera óvæntað var VB nógv tað betra liðið. VB legði sera hart út, og KÍ var snøgt sagt ikki tað liðið, sum vit hava sæð fyrr í ár. Í fyrra hálvleiki fekk VB heili fimm mál, og kom tað sera óvæntað á bæði KÍ og VB kvinnurnar. 5-0 var hálvleiksstøðan, og sostatt var dysturin longu avgjørdur. Í seinna hálvleiki fekk VB enn eitt mál, meðan KÍ ikki hevði nakað at bjóða uppá. Laila Jespersen skeyt tvey mál, meðan Guðrið Mortensen, Rannvá Augustinussen, Sólbjørg Kjærbæk og Halltóra Joensen allar fingu hvør sítt. Toppdysturin millum VB og KÍ endaði sostatt heili 6-0 til VB, og tóku tær seg við sigrinunum upp á ovastu rók í bestu kvinnudeildini, og hetta høvdu fá roknað við frammanundan. KÍ endurreisn, B36 úti Av tí at KÍ tapti í Vági fríggjakvøldið, var tað av alstórum týdningi, at tær vunnu í Havn sunnudagin á B36, sum harafturímóti eisini skuldi hava stig, um tær skuldu varðveita møguleikan at ogna sær heiðursmerkir í ár. Toppskjúttin í føroysku kvinnudeildini, Malena Josephsen, legði KÍ á odda eftir bert tólv minuttir, og seint í fyrra hálvleiki økti hon um leiðsluna til 2-0. Hetta var eisini hálvleiksstøðan, og nú var greitt, at tað fór at vera sera tungt hjá B36 kvinnunum at koma inn aftur í dystin. Í 64. minutti økti Rannvá Andreassen um leiðsluna hjá KÍ til 3-0, og sostatt brustu vónirnar hjá B36 um at fáa stig burtur úr hesum dysti. Men KÍ kvinnurnar vóru ikki lidnar enn. Tveir minuttir seinni skoraði Rannvá Andreassen enn einaferð til 4-0, og Malena Josephsen kom aftur á máltalvuna í 72. minutti. Beint áðrenn dysturin var liðugur, staðfesti Rannvá Andreassen sigurin fyri KÍ. Sostatt fingu Malena Josephsen og Rannvá Andreassen eitt hat-trick í part, og KÍ vann uppibornan stórsigur móti B36 í Havn. KÍ er eitt stig aftanfyri VB, men tær hava ein dyst móti VB eftir í Klaksvík, sum eftir ætlan skal spælast næsta vikuskiftið, og har kunnu tær koma uppá fyrsta pláss aftur við at vinna dystin. B36 er nú dragnað so nógv, at tær ikki hava møguleikan at ogna sær heiðursmerkir í ár, og er tað sera skuffandi fyri stórfelagið úr Havn. Átta stig eru ímillum B36 á fjórða plássi og HB á triðja, og tá bert tveir dystir eru eftir, hava tær ikki møguleikan at koma millum trý tey fremstu. Tær hava tó æruna at spæla fyri, og ikki minst hava tær nakað at spæla fyri næsta vikuskiftið, tá tær møta grannunum úr HB í Gundadali. Ársins mál í Runavík HB var í Runavík og vitjaði sunnudagin, og var hetta frammanundan ein spennandi dystur, við tað at NSÍ jú hevur vunnið á KÍ inni í Runavík fyri stuttum. Men HB endurtók ikki brølarin hjá KÍ, men spældu góðan fótbólt og vunnu ein sannførandi sigur. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Fríða Petersen HB á odda 1-0, og bert fimm minuttir seinni kom eitt mál, sum kanska er vakrasta mál higartil í kvinnudeildini í ár. Sum ikki einaferð var tað Eyðfríð Christiansen, sum stóð aftanfyri vakra málið. Hon jongleraði bóltin upp um ein NSÍ leikara, og síðani heilfluktaði hon bóltin í netið til 2-0, uttan at málverjin hevði nakran møguleika at verja fyri harða skotinum hjá Eyðfríð. Ein perla av einum máli, og er tað eftir hondini ikki vorðið heilt óvanligt, at síggja Eyðfríð Christiansen skjóta sera flott mál. Beint fyri hálvleik økti sama Eyðfríð Christiansen um leiðsluna, og var hetta eftir eitt innlegg úr høgru síðu frá Viviann Thorleifsson, har hon setti fótin á bóltin til 3-0. Hálvleiksstøðan var sostatt 3-0 til HB. Leingi sá út til, at tað fór at vera ein málleysur seinni hálvleikur, men stutt áðrenn dysturin var liðugur, staðfesti Gunn Müller sigurin fyri HB, og var hetta eftir eitt hornaspark. HB kundi sostatt fara til Havnar við trimum kærkomnum stigum í viðførinum, og tær eru enn við í stríðnum um FM heitið. Næsta vikuskiftið skulu tær spæla móti grannunum úr B36, og tá tað verður næstseinasta umfar í ár, er kravið ein sigur til HB, um tær skulu endurtaka bragdið frá í fjør og gerast føroyameistar. VB heldur fast um oddasessin Eftir at VB legði seg á odda fríggjakvøldið í áðurnevnda dystinum móti KÍ, fóru tær til Skála sunnudagin við sera stórum sjálvsáliti, og hetta sást aftur í spælinum og úrslitinum hjá vágskvinnum. Eins og fríggjakvøldið móti KÍ høvdu VB kvinnurnar longu avgjørt dystin í hálvleikinum, tí tá var støðan nevniliga 6-0. Í seinna hálvleiki fingu VB kvinnurnar seks mál afturat, meðan Skála fekk eitt, og sostatt var endaliga úrslitið 12-1 til VB móti Skála. Guðrun í Lágabø skeyt heili fimm mál, og er hon sostatt vorðin ein verulig hóttan hjá Malenu Josephsen úr KÍ á máltindinum. Guðrið Mortensen og Rannvá Augustinussen skutu trý mál í part, meðan Annika Poulsen skeyt eitt mál fyri VB. Málið hjá Skála skeyt Ingun Johansen, og var hetta fyrsta málið hjá Skála í endaumfarinum. VB er á einum aldukambi í løtuni, og um tær halda á, vera tær ringar at syfta hjá KÍ og HB. Tær skulu til Klaksvíkar næsta vikuskiftið, áðrenn tær eftir ætlan skulu spæla í Havn móti HB, og er hetta tveir sera torførir dystir hjá VB. Tvey umfør eftir í kvinnudeildini Nú eru bert tvey umfør eftir í kvinnudeildini, og spenningurin er sera stórur. VB er á fyrsta plássi við 19 stigum, meðan KÍ og HB hava 18 stig, tó hevur KÍ betri málmun. B36 hevur tíggju stig, og eru tær úti av kappingini um at enda millum trý tey bestu. NSÍ hevur trý stig, meðan Skála hevur tapt allar dystirnar í endaumfarinum. Umførini, sum eftir eru, síggja soleiðis út, um ongar broytingar verða gjørdar: KÍ-VB, HB-B36, NSÍ-Skála og B36-NSÍ, Skála-KÍ, HB-VB. Ivamál er um, hvar síðstnevndi dysturin millum HB og VB skal spælast, tí hóast HB hevur verið í Vági og spælt í endaumfarinum, vórðu tær frá fyrru helvt dømdar at missa sín heimavøll móti VB, tí tær ikki møttu upp til ein dyst. HB hevur roynt at fingið heimavøllin aftur, og hetta fer dómsnevndin í næstum at taka støðu til. VB hevur kanska torførastu dystirnar. Í Klaksvík móti KÍ og í Havn móti HB. Um tær tapa í einum av hesum báðum dystum, kunnu tær missa oddasessin. HB hevur B36 og VB eftir, og er hetta heldur ikki serliga lættir dystir hjá føroyameistarunum frá í fjør. KÍ hevur VB í Klaksvík, sum kanska fer at avgera hvønn veg tað koppar, og síðani hava tær Skála á útivølli, sum skuldi tryggja KÍ trý stig. Hyggja vit at leikskránni hjá hesum trimum liðum, kunnu vit staðfesta, at hóast KÍ er á øðrum plássi í løtuni, hava tær besta møguleikan at vinna FM heitið, við tað at tað verður torført hjá VB og HB at vinna báðar sínar dystir. Men alt er opið, tað kundi í grundini ikki verið meiri opið enn tað er, og næstu tvey vikuskftini fara at avgera, hvør kemur at lyfta føroyameistarasteypin ár 2000. Dystirnir hetta vikuskiftið vóru hesir: VB-KÍ 6-0 VB: Laila Jespersen 2, Halltóra Joensen 1, Sólbjørg Kjærbæk 1, Guðrið Mortensen 1, Rannvá Augustinussen 1. B36-KÍ 0-6 KÍ: Rannvá Andreassen 3, Malena Josephsen 3. NSÍ-HB 0-4 HB: Eyðfríð Christiansen 2, Fríða Petersen 1, Gunn Müller 1. Skála-VB 1-12 VB: Guðrun í Lágabø 5, Gurið Mortensen 3, Rannvá Augustinussen 3, Annika Poulsen 1. Skála: Ingun Johansen 1. Máltindurin Malena Josephsen KÍ 14 Guðrun í Lágabø VB 13 Rannvá Andreasen KÍ 8 Annika Godtfred HB 6 Eyðvør úr Dímun HB 6 Rannvá Augustinussen VB 6 Vivian Bjartalíð KÍ 5 Irdi Hansen NSÍ 5 Laila Jespersen VB 5 Eyðfríð Christiansen HB 4 Vivian Thorleifsson HB 4 Maibritt Olsen NSÍ 4 Gurið Mortensen VB 4 Halltóra Joensen VB 4 Elsebeth Jónsson B36 3 Maria Vang B36 3 Sólvá Joensen B36 3 Gunn Müller HB 3 Elsa Maria Simonsen KÍ 3 Margit Joensen KÍ 3 Ragna Andreasen KÍ 3 Annika Poulsen VB 3 Laila Enghamar B36 2 Diana Dahl VB 2 Selma Dahl B36 1 Sólgerð Viderø B36 1 Maria Johnsson HB 1 Fríða Petersen KÍ 1 Marian Joensen KÍ 1 Elinbjørt Hammer NSÍ 1 Elsebeth Olsen NSÍ 1 Ingun Johansen Skála 1 Rini Mørk VB 1 Sólbjørg Kjærbæk VB 1 Sjálvmál 3 AB snávaði ímóti botnliði 3. deild: Alt bendir á, at tað verður Skáli, sum fer at flyta beinleiðis upp, meðan argjamenn skulu spenna seg út, um teir skulu verða fullvísir í at fáa rættin at spæla um eitt pláss í næstbestu deildini Nú tvey umfør eru eftir, bendir alt á, at tað verður Skáli, sum fer at flyta beinleiðis upp í næstbestu deildina. Skálamenn eru trý stig undan næstu kappingarneytunum. Næsti kappingarneytin er AB. Um tað eftir átjan umfør fer at standa á jøvnum í stigum, so verður avgerandi, hvussu tað hevur hilnast í innanhýsis uppgerðunum. Har er Skáli betri fyri. Tá teir vóru á Argjum, vunnu teir 5-3. Tá AB var á Skála, vunnu teir 2-1. Tað vil við øðrum orðum siga, at í innanhýsis uppgerðunum er Skáli eitt mál betri enn AB, og tað er nóg mikið sum kvalifikatión til beinleiðis uppflyting - um tað fer at standa á jøvnum í stigum. Spurningurin er so, hvussu vánirnar kunnu metast at vera hjá fremstu liðunum. Skáli skal sunnudagin í Gundadal at spæla ímóti B36, sum avgjørt er við í kappingini um gullkrónurnar (B36 kann ikki flyta upp, tí teir hava longu lið í næstbestu deildini). B36 er trý stig aftanfyri Skála, sum vann heimadystin ímóti B36 1-0. Tað vil við øðrum orðum siga, at um B36 sunnudagin skal taka oddasessin, so skulu teir vinna við meiri enn einum máli (Skáli hevur betri málúrtøku enn B36). Tað er møguleiki fyri, at AB sunnudagin fer at styrkja um sína støðu, men teirra uppgáva verður ikki løtt á Svangaskarði. Ikki minst tá hugsað verður um, at teir í 16. umfarinum ikki megnaðu meiri enn javnleik ímóti ÍF, sum næstsíðst fekk javnleik á Toftum. Tungi endin Í síðsta umfarinum fær AB vitjan av B36, meðan Skáli eigur lættan heimadyst ímóti TB. Spurningurin er so, um TB fer at møta upp. Sunnudagin møttu teir ikki á Sandi. Sandoyingar fingu stutt undan dystinum at vita av Tvøroyri, at teir vóru ikki førir fyri at manna lið. Hetta er onnur ferðin í ár, at TB ikki møtir upp á útivølli. 13. august skuldu teir havt spælt á Toftum, men tá vann B68 tey trý stigini við málmuninum 0-0. Í grein 37 í kappingarreglunum fyri fótbólt verður sagt, at um lið uttan haldgóða orsøk ikki møtir til dyst, kann liðið verða koyrt úr kappingini. Higartil hevur kappingarnevndin gjørt lítla (ella onga) nýtslu av hesari greinini. Spurningurin er, hvat teir gera, nú eitt lið ikki er møtt til fleiri útidystir. Um tað verður, sum tað plagar at vera - at liðið sum bíðar eftir einum liði, ið ikki møtir, fær trý stig við málmuninum 0-0 - so verður stríðið um beinleiðis niðurflyting ein uppgerð ímillum KÍ og ÍF, sum av álvara er farið undir bjargingarroyndina. Leikluturin hjá KÍ í 3. deild komandi ár er eisini treytaður av, hvussu tað fer at gangast í finaluni í 4. deild. Har skulu klaksvíkingar leygardagin spæla finalu ímóti gøtumonnum. GÍ flutti í fjør niður úr 3. deild. VB-FS Vágar Í 1. deild vóru vágamenn sendir úr Vági við 6-0 í viðførinum. Byrðin hjá 3. deildarliðnum var lítið minni. VB vann 5-0. Tað vil siga, at ellivu mál vórðu skorað ímóti FS Vágar, og at vágamenn einki málið fingu burturúr Suðuroyar ferðini. Tað man kennast lítið hugaligt. Stóri málskjúttin hjá vágbingum var hesa ferð. Hans Jákup Hjelm, sum hesa ferð var í álopinum saman við Marner Richard. At hann skoraði trý mál vísir, at hann ikki bara er kringur at syngja um heimbygdina Vágur, er viðmerkingin úr Vági. Skáli-B68 Tað sást ikki á spælbýtinum, at talan var um oddaliðið og eitt av teimum í niðara endanum. Heimaliðið legði sera bragdliga fyri, og longu í 8. minutti fingu teir hol á. Bæði í hesum førinum, og tá Skáli økti í 63. minutti, var málskjúttin Sveinur Justinussen. Blaðungi miðvallarin í vinstru hevur fín fótbóltsevni. Í báðum førunum hevði spælandi venjarin, Kaysten Rasmussen, næstsíðsta fótin á. Í fyrra førinum varð bólturin lyftur inn um verjuna, og í seinna umførinum kom innleggið úr vinstru, og Sveinur Justinussen fluktaði við handara stólpan aftanfyri Jóhan Dávur Højgaard, sum hesa ferð loysti Kjartan Nesá av í málinum. B68 hevði nógv spæl, og teir høvdu eisini fleiri málmøguleikar. Men tað var ikki fyrrenn í síðsta minuttinum, at teir pyntaðu um. Aftasti maður, Odmar Andreassen, var tryggur úr ellivu metrum. KÍ-B36 Klaksvíkingar høvdu mannað seg væl fyri at fáa so mikið burturúr, at teir skuldu fara av aftasta plássinum. Tað var eingin munur á toppliðnum og botnliðnum. Men hóast KÍ var frammanfyri tvær ferðir, so vóru tað gestirnir úr B36, sum fóru við øllum. Rúni Elttør setti hol á við stútara eftir horna, men B36 hevði ikki meiri enn givið bóltin uppaftur, so lá hann í KÍ málinum. Ólavur Kjølbro legði KÍ framum aftur við langskoti. Í 2. hálvleiki leikaði tætt á. Hans Jákup Heinesen javnaði beinanvegin, og tá tað restaðu fjúrtan minuttir, skoraði Ólavur Debes sigursmálið. Hann hevði verið á vøllinum í ellivu minuttir, tá hann gjørdist dagsins maður hjá B36. AB-ÍF Talan var um stórt vónbrot hjá argjamonnum. Teir vóru favorittar, og tá teir í 74. minutti øktu til 3-1 (Svend Poulsen skoraði, eftir at Magnus Hentze hevði lagt út frá úr vinstru), bendi alt á, at AB skuldi senda fuglfirðingar tómhentar til hús aftur. Men ÍF vildi ikki geva seg. Teir megnaðu 3-3 javnleik, og at enda var um reppið, at teir fóru við øllum. Ken Bærentsen minkaði um munin við einum av sínum hegnisligu fl-tu skotum úr horninum á brotsteiginum, og hann javnaði til 3-3 upp á brotsspark. Ellivu metur dómurin stóðst av, at AB verjan tók beinini undan Martini Hansen. Í síðstu løtu hildu bæði argjamenn og fuglfirðingar, at beinini enn eina ferð vórðu tikin undan Martini Hansen, men tað helt dómarin ikki. Og so varðveitti AB eina stigið. ÍF kom á odda beinanvegin, tá Jógvan Arnfinn Jacobsen stútaði horna úr høgru í kassan. Eftir ein stívan hálvan tíma javnaði Magnus Hentze eftir uppspæl í høgru. Fram ímóti steðginum legði Sigurd Justinussen innfyri úr vinstru, og eftir tvær royndir eydnaðist tað Svend Poulsen, toppskjúttanum í deildini, at fáa bóltin inn um Allan Joensen. So var tað, at AB økti, og at ÍF kom afturíaftur. AB vónar framvegis, at teir skulu gera skjótt av í deildini, og ÍF, sum hevur fingið nakrar veteranar at hjálpa til, vónar, at teir aftur komandi ár skulu eiga rættin at spæla í 3. deild. jh Úrslit 15. umfar (allir málskjúttarnir vóru ikki upplýstir í síðstu viku) B71-Skáli 3-5 (1-2) 0-1: Kaysten Rasmussen br 2. 1-1: Ib Mohr Olsen 16. 1-2: Kaysten Rasmussen 44. 2-2: Páll á Reynatúgvu br 49. 2-4: Arnhold Berg 65. 2-3: Jørmund Joensen 77. 2-5: Marius Joensen 80. 3-5: Alex Nielsen 83. 16. umfar VB-FS Vágar 5-0 (2-0) 1-0: Marner Richard 31. 2-0: Hans Jákup Hjelm 37. 4-0: Alfred Wøldike 59. 3-0: Hans Jákup Hjelm 74. 5-0: Hans Jákup Hjelm 77. Skáli-B68 2-1 (1-0) 1-0: Sveinur Justinussen 8. 2-0: Sveinur Justinussen 63. 2-1: Odmar Andreasen 90. br KÍ-B36 2-3 (2-1) 1-0: Rúni Elttør 11. 1-1: Allan Manai 12. 2-1: Ólavur Kjølbro 31. 2-2: Hans Jákup Heinesen 47. 2-3: Ólavur Debes 76. B71-TB B71 uttan dyst AB-ÍF 3-3 (2-1) 0-1: Jógvan Arnfinn Jacobsen 2. 1-1: Magnus Hentze 33. 2-1: Svend Poulsen 44. 3-1: Svend Poulsen 74. 3-2: Ken Bærentsen 75. 3-3: Ken Bærentsen 81. br 17. umfar verður 17. september FS Vágar-B71 B68-AB B36-Skáli TB-KÍ ÍF-VB Máltindurin Svend Poulsen AB 21 Kristoffur Vidtfeldt B71 15 Petur Niclasen FS Vágar 14 Aksel Højgaard B68 13 Pauli Hansen Skála 12 Signar Johannesen AB 11 Magnus Simonsen FS Vágar 11 Egill Steintórsson VB 10 Oddbjørn Joensen AB 9 Per Joensen VB 9 Regin Arge B36 8 Kaysten Rasmussen Skála 8 Kaj Roest TB 8 Hans Christian Djurhuus Skála 7 Marius Joensen Skála 7 Hallur Christiansen TB 7 Jákup Olsen B68 6 Páll á Reynatúgvu B71 6 Jákup Baldvinsson ÍF 6 Jógvan Arnfinn Jacobsen ÍF 6 Ken Bærendsen ÍF 6 Kári í Lágabø VB 6 Tumas Eli Hansen B36 5 Aksel Johannesen KÍ 5 Eyðun Svalbard TB 5 Jóhannes Johannesen TB 5 Fróði Stenberg AB 4 Magnus Hentze AB 4 Dánial Petur Johansen B36 4 Vinjard Guttesen B36 4 Eirikur Poulsen B71 4 Jónsvein Thomsen B71 4 Sjálvmál B71 4 Bárður Andreasen KÍ 4 Leon Bjartalíð KÍ 4 Jón Rasmussen Skála 4 Jørmund Joensen Skála 4 Just Johannesen TB 4 Hans Jákup Hjelm VB 4 Bárður Johannesen AB 3 Heri Petersen AB 3 Svenning W. Hansen AB 3 Allan Manai B36 3 Petur Martin Johansen B36 3 Sigfríður Clementsen B36 3 Jóannes Jakobsen B68 3 Símun Hansen B71 3 Bogi Isaksen KÍ 3 Hjalgrím Elttør KÍ 3 Símun Joensen KÍ 3 Ólavur Klein Olsen Skála 3 Sveinur Justinussen Skála 3 Niels Gunnar Petersen TB 3 Hans A. Niclasen VB 3 Marner Richardt VB 3 Favoritturin vann Aftur í ár gjørdist Rógvi Johansen skjótastur í einkultstartinum, og hetta er nú sjeyndu ferð, at Rógvi er FM-vinnari í 30 km einkultstarti Teinurin, sum súkklaður vaðr, var hin sami sum undanfarin ár. T.v.s at súkkla varð frá Eystara Ringvegi, inn til Kaldbak, og so allan teinin aftur til Havnar, har startur og mál var árakað bygningin hjá Elektron. Rógvi Johansen hevur føroyska metið á hesum teini, og tá sæð verður burtur frá kappingini í fjør, hevur hann á hvørjum ári megnað at skorið eitt gott petti av sínari bestu tíð. Í ár vann hann við tíðini 41 minuttir og 5 sekundir, og aftur hesu ferð varð talan um met. Gamla metið var 42,25. Rógvi hevði annars ikki roknað við, at tað fót at bera honum til at luttaka. Við stuli frá Fa. Ellen Dahl og bygdarfólki annars í Vági, eydnaðist tað honum kortini at koma heim, og var hann sjálvandi fegin um hetta. Rógvi hevur annars áður ført fram, at hann harmast um, at FM-kappingarnar ikki verða avgreiddar um eitt vikuskifti. Nakað sum forðaði honum í at verja heitið á 100 km teininum. Sverri nr. 2 Var tað væntað, at Rógvi vann kappingina, var tað heldur óvæntað Sverri Mohr Edvinsson, sum fekk fatur í silvurplássinum. Tað eydnaðist Sverra at vinna á favorittinum til hetta, Gunnar Dahl Olsen, við 10 sek. Sum vera man var Sverri fegin um hetta, men Gunnar Dahl Olsen var hinvegin als ikki nøgdur. Í mun til kappingina í fjør, vóru umstøðurnar at súkkla nógv betri, men kortini var tíðin hjá Gunnari meira enn ein minutt verri enn ta ferðina. Einasta kvinnan, sum luttók í kappingini, var Rigmor N. Joensen. Hon er annars mest kend fyri renniavrik síni, men hon megnaði tó at súkklað teir 30 km undir tímanum, og verður hetta mett sum eitt sera gott úrslit. Kappingina hjá unglingum vann Eirikur Olsen, meðan Eyðun Poulsen vann kappingina hjá monnum yvir 40 ár. FM-einkutstartur, úrslit 1/2 endalig Menn ml. tíð tíð km/t Rógvi Johansen 20,36 41,05 42,2 Sverri M. Edvinsson 23,39 46,23 37,4 Gunnar D. Olsen 23,32 46,33 37,4 Beinir Rasmussen 24,20 48,13 36,0 Christian Guttesen 24,56 48,43 35,6 Esmar Joensen 25,11 49,22 35,1 Veteranar Eyðun Poulsen 25,36 49,48 34,8 Kári Simonsen 25,50 50,32 34,3 Evald Rasmussen 26,11 51,13 33,9 Kvinnur Rigmor N. Joensen 29,38 58,05 29,9 Unglingar Eirikur Olsen 30,53 1.00,28 28,7 Kristian Niclasen 31,29 1.00,32 28,6 Runt Agnið 2000 Leygardagin skipar Roysnið fyri árligu rennikappingini Runt Agnið. Nógvir rennarar hava seinnu árini roynt kreftir við henda strævna 10,5 km langa teinin Teinurin Byrjað verður við skúlan á Toftum. Runnið verður úteftir gjøgnum Tofta bygd, niðan Heygarnar, út á Nes og niðan á Agnið. Runnið verður so oman móti Runavíkini, út gjøgnum Saltnes og á mál á Tofta kei. Bestu tíð, menn vita um, 35,48 min., rann Niels Jákup Jakobsen í 1990. Í fjør vann A. Marni Joensen við tíðini 36,42 min. Við í Daewoo kappingini Kappingin Runt Agnið er samstundis triðja og næstseinasta umfar av Daewoo Marathon Cup. Favorittar at vinna kappingina leygardagin eru Guttorm Sørensen og Rigmor N. Joensen, ið eisini liggja á odda samanlagt. Guttorm Sørensen hevur higartil nýtt 1.32,59 tím. at renna teir fyrstu 26,1 km av Marathon kappingini. Honum á baki er Signar Røsvik, ið bert er 9 sek. aftanfyri, meðan Cecil Weihe er 6,17 min aftanfyri Signar. Bert tvær kvinnur luttaka í samlaðu kappingini. Rigmor N. Joensen hevur undan kappingini tíðina 1.45,10 tím., meðan Bryndis Weihe hevur tíðina 2.30,44 tím. Kappingin leygardagin byrjar kl. 12.05, og tilmelding er við skúlan á Toftum hálvan tíma fyri kappingina. Helveg gav skeivar upplýsingar um NATO Føroyar kunnu væl gerast limir í Partnership for Peace uttan at hava føroyskan her, staðfestir kelda, sum stendur NATO nær John Johannessen Eyðun Klakstein Fullveldis Føroyar uppfylla politisku karmarmarnar, ið krevjast fyri at gerast limur í verjusamgonguni í NATO, Partnership for Peace. Hetta staðfestir eitt skjal, sum ein kelda, ið stendur NATO nær, hevur skrivað og sum Sosialurin hevur fingið innlit í. Keldan staðfestir, at Partnership for Peace ætlanin er væl egnað til lond í slíkari støðu, sum Føroyar, og gevur møguleikar fyri hernaðarligum og politiskum samstarvi innan eina flexibla rammu. Føroyar sum fullveldi høvdu uttan iva uppfylt politisku krøvini fyri limaskap, og limaskapurin kundi verið aktuellur innan nakrar fáar mánaðir, staðfestir skjalið. Víst verður á, at Føroyar kundu verið aktivir limir í felagsskapinum innan tvey ár. Limaskapurin hevði síðani merkt, at Føroyar gjørdust limir í the Euro-Atlantic Partnership, ið fevnir um samstarv innan tilbúgving og politiska ráðgeving innan øll øki í NATO samanhangi. Men fyri at fáa hesi rættindi er ikki neyðugt at hava her. Harafturímóti skulu Føroyar seta landaøki og møguleikar av til NATO. Víst verður á Ísland sum dømi. Har eru fleiri enn 3.000 NATO starvsfólk, men eingin veruligur íslendskur herur. Í brævinum, har danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Pedersen, sýtir løgmanni at koma á tal við NATO aðalskrivaran um limaskap, vísir hann á, at Føroyar mugu hava her fyri at sleppa upp í Partnership for Peace. Somuleiðis vísir danski uttanríkisráðharrin á, at talan er um eina avtalu um veruligt hernaðarligt samstarv. Sandoyarferjan aftur trupulleikar Ferjulegurnar til Sandoyarferjuna eru nú liðugt umbygdar. Men tær passa ikki til ferjuna, og tí má hon nú byggjast um Nú arbeiðið at tillaga ferjulegurnar á Gomlurætt, í Skopun og í Hesti til nýggju Sandoyarferjuna er um at vera liðugt, er greitt, at nýggja Sandoyarferjan ikki kann leggja at teimum. Skip og ferjuskráar hóska rætt og slætt ikki saman. Orsøkin er, at Landsverkfrøðingurin, sum hevði ábyrgdina av at tillaga ferjuskráarnar, ikki hevur lagt til merkis, at Sandoyarferjan er eitt sindur ørðvísi enn verandi ferjur í Føroyum. Agnhaldið ov stórt Tað sokallaða agnhaldið á Sandoyarferjuni er størri enn agnhaldini á hinum ferjunum í landinum. Agnhaldið er ein bjálki undir portrinum har afturi á ferjuni, sum skal krøkja skipið fast at ferjuleguni. Men Landsverkfrøðingurin hevur nú gjørt ferjulegurnar soleiðis, at ein bjálki, sum skal stíva ferjuskráan av, er settur júst á tað staðið á ferjuskráanum, har agnhaldið og ferjuskráin skulu koma saman. Tí glíðir ferjan bert frá aftur ferjuskráanum, um hon roynir at krøkja seg fasta í hann. Broyta skipið Tá farið varð undir at projektera nýggju Sandoyarferjuna varð avtalað, at ferjan skuldi gerast sum ynskiligt var, og síðani skuldu ferjuskráarnir tillagast, um hetta varð neyðugt. Hetta bleiv síðani neyðugt, men tá hetta arbeiðið so at siga er miseydnað, samráðast Landsverkfrøðingurin og Strandfaraskip Landsins nú um, hvørt tað skal vera ferjan ella skráarnir, ið nú skulu umbyggjast. Magnus Magnussen, tekniskur leiðari hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur, at Strandfaraskip Landsins hava havt fund við skipasmiðjuna um at broyta skipið. Og í løtuni verður kannað, hvat hetta fer at kosta. Men Starndfaraskip Landsins ætla sær ikki at gjalda kostnaðin. Tað er myndugleikin, sum hevði ábyrgdina av at gera umstøðurnar á landi, sum hevur borið seg skreivt at, og tí fara vit eisini at krevja, at tað verður hesin myndugleikin, sum rindar kostnaðin av at broyta ferjuna, sigur Magnus Magnussen. Tað harmar tekniska leiðaran, at tað møguliga skal verða neyðugt at broyta eina spildurnýggja ferju, áðrenn hon hevur siglt fyrsta túrin. Hetta er óneyðugt stríð, hóast talan ikki er um nakra stóra umbygging, ið fer at gera ferjuna seinni liðuga enn ætlað, sigur Magnus Magnussen. Landsverkfrøðingurin rindar einki Signar Heinesen, sum hjá Landsverkfrøðinginum hevur ábyrgdina av arbeiðinum at gera ferjuskráarnar, sigur, at talan ikki er um nakra stóra villu. Tað, sum er hent, er, at tað er gloppið nakað burturímillum hjá báðum pørtum í arbeiðinum. Og tað er ikki óvanligt, tá talan er um slík stór arbeiði, sum verða gjørd í skundi, sigur Signar Heinesen. Harafturat ger Signar Heinesen greitt, at hann ikki kann ímynda sær, at Landsverkfrøðingurin fer at rinda kostnaðin av at broyta ferjuna, um tað verður hon, ið verður broytt. Kortini vænta hvørki Strandfaraskip Landsins ella Landsverkfrøðingurin, at tað fer at kosta nógv at broyta ferjuna, ella um tað møguliga verða ferjuskráarnir, ið skulu broytast. Men tað er tó greitt, at tað kostaði 10 milliónir at tillaga ferjulegurnar soleiðis, at tær kortini ikki kundu brúkast. Stríðast um fíggjarkarmar Landsstýrismenn eru ónøgdir við karmarnar, teir hava fingið á fíggjarlógini fyri næsta ár. Bent eftir middag í gjár var samgongufundur um endaligu karmarnar Allir landsstýrismenninir eru ikki nøgdir við teir karmar, teirra málsøki hava fingið tillutað frá landsstýrismannium í fíggjarmálum á fíggjarlógini fyri 2001. Landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, er ein av landsstýrismonnunum, ið heldur seg hava fingið ov lítið. Helena Dam á Neystabø vísti, tá farið varð undir fíggjarlógararbeiðið, á eina játtan, hon metir vera neyðuga fyri Almanna- og Heilsumál komandi árið. Karmurin, hetta málsøkið hevur fingið tillutaðan, liggur tó væl niðanfyri hesa upphædd. Men Helena Dam á Neystabø vil ikki nevna nøkur tøl. Í fíggjarlógini fyri í ár var játtanin til Almanna- og Heilsumál knøpp hálvonnur milliard. Tillutaði karmurin í ár er hægri. Men er hetta orsakað av prístalshækkan og øðrum, vísir landsstýrismaðurin á. Beint eftir middag í gjár, tá Sosialurin fór til prentingar, var samgonufundur í Tinganesi, har karmarnir endaliga skuldu avgerast. Javnaðar- og Tjóðveldislistin klárir Nú líður væl at fáa listarnar við valevnum til býráðsvalið klárar, og bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava sett navn á síni valevni Bæði Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu síðsta uppstillingarfund mánakvøldið, har seinasta hond varð løgd á listarnar. Tjóðveldisflokkurin hevur 17 valevni, meðan Javnaðarflokkurin hevur 14 valevni. Av stórum kanónum á tjóðveldislistanum kunnu nevnast útvarpsmaðurin Jógvan Arge og løgtingsmaðurin Finnur Helmsdal. Býráðsformaðurin Leivur Hansen er sjálvandi at finna á listanum. Johan Mortensen, eisini kendur sum Johan Hot, stillar eisini upp á tjóðveldislistanum. Tjóðveldis- og Javnaðarlistin verða her prentaðir í heilum líki. Hjá hinum trimum flokkunum hava allir uppstillingarfundirnir ikki verið enn. Bent Jákup Hansen, formaður í Suðurstreymoyar Sambandsfelag, sigur, at teirra listi er klárur, men ikki ber til at almannakunngera listan fyrr enn 3. fundur hevur verið. Hjá Fólkaflokkinum verður 2. og 3. fundur mánadagin, sigur Aage Arnoldson, formaður í Havnar Framburðsfelag. Teirra fyrsti fundur var fyri summarfrítíðina. Miðflokkurin hevur heldur ikki fingið alt uppá pláss enn, men einaferð í næstu viku er væntandi, at allir listarnir verða klárir. Tjóðveldistlistin: Jógvan Arge, Tórshavn Hildur Eyðunsdóttir, Tórshavn Snorri Fjallsbak, Tórshavn Leivur Hansen, Hoyvík Finnur Helmsdal, Hoyvík Katrin Isfeld, Tórshavn Tórbjørn Jacobsen, Kaldbak Tórhallur Jakobsen, Argir Frits Joensen, Kollafjørður Hanna Joensen, Tórshavn Tommy Kjærbo, Tórshavn Arnbjørn Madsen, Argir Johan Mortensen, Tórshavn Klæmint Olsen, Tórshavn Anna Maria Simonsen, Tórshavn Regin av Steinum, Argir Súsan Vestergaard, Hvítanes Javnaðarlistin: Elin Lindenskov, Tórshavn Torfinn Smith, Tórshavn Hans Jákup Simonsen, Kollafjørður Havstein Sigurðsson, Tórshavn Henning Christensen, Argir Zakaris Hansen, Argir Hans Jákup Hansen, Kollafjørður Hans Madsen, Kollafjørður Meta Palle, Tórshavn Vígdis Johannesen, Tórshavn Ingrid Jakobsen, Tórshavn Rigmor Dam, Tórshavn Hendrik Thomsen, Tórshavn Magni Dalsgaard, Tórshavn Lognbrá sett á gøtuna Einasta dansistaðið til ung í Klaksvík missir nú hølini, sum tað hevur hildið til í seinastu 20 árini Klaksvík: Nú er vandi fyri, at ungdómurin í Klaksvík stendur uttan dansistað, tá hetta árið er úti. Orsøkin er, at diskotekið Lognbrá er sagt upp í hølunum, har tað hevur hildið til seinastu 20 árini. Vit royna at kanna møguleikar fyri nýggjum hølum, men tað er trupult at finna nakað. Tað er óhugsandi at fara at byggja nakað nýtt, og tí sær tað svart út í løtuni, sigur Jan Gardar, sum hevur rikið Lognbrá seinastu átta árini. Lognbrá heldur til í KÍ-høllini, men Klaksvíkar Ítróttarfelag, sum eigur høllina, hevur ætlanir um at brúka hølini hjá Lognbrá til onnur endamál, og tí hevur felagið sagt Lognbrá upp frá 1. januar at rokna. Í løtuni havi eg ongastaðni at fara við diskotekinum, og tí er líkt til, at einki diskotek verður til ungdómin eftir ársskiftið, sigur Jan Gardar. Vandi fyri ófriði Dansur ella diskotek er hvørt vikuskiftið í Lognbrá. Fríggjakvøld er fast dansikvøld, men stundum er eisini opið leygarkvøld. Fleiri enn 600 fólk eru hvønn mánað í diskotek í Lognbrá, og serliga er tað ungdómurin, sum heldur til har. Tvey onnur dansistøð eru í Klaksvík fyri tey, sum eru yvir 18 ár, men Lognbrá er einasta tilboðið til tann yngra ungdómin. Eg veit ikki, hvat fer at henda eftir 1. januar, men tað kann fáa óheppnar avleiðingar, at ungdómurin einki dansistað hevur at fara í um vikuskiftið, sigur Jan Gardar. Vandi er altíð fyri ófriði í býnum, men í hvussu so er verður tað eitt afturstig fyri tey ungu, at tey einki diskotek hava at fara til, heldur hann. Nú er tað álvari Tað eydnaðist okkum ikki at fáa ein viðmerking frá Klaksvíkar Ítróttarfelag áðrenn evstamark í gjár, men vit hava skilt, at felagið ætlar nú sjálvt at brúka hølini, har Lognbrá heldur til. Talan verður ikki um dans. Tað hevur fleiri ferðir verið upp á tal, at Lognbrá skuldi sigast upp, men hetta er fyrsta ferðin, at ein skrivlig uppsøkn er latin danistaðnum. Umframt dansin leigar Lognbrá eisini ljóðannlegg út. Talan er um annlegg til bæði smærri og størri tiltøk, og ljóðannleggið hevur ferðast kring landið, síðani Lognbrá fekk tað fyrr í ár. Men við umsøknini, sum nú datt niður í postkassan, gjørdist framtíðin hjá dansinum óviss. Finnur Longbrá sær ikki nýggj høli innan árslok, dettur einasta dansitilboðið til ung í Klaksvík niðurfyri. Byggja skúlan út Barnaskúlin á Oyrarbakka er vorðin ov lítil og verður bygdur út, so hann lýkur tey krøv, skúlalógin setir Oyrarbakki: Barnaskúlin á Oyrarbakka, har børn frá Norðskála, Oyrarbakka og Oyri ganga, er vorðin ov lítil og verður nú bygdur út. Byggjast skal upp í skúlan norður eftir, har tvær skúlastovur verða gjørdar. Eisini skal ein forhøll við inngongd byggjast oman úr verandi skúla, har inngongdin er í dag. Hjalgrím Dahl, bygdarráðsformaður í Sunda Kommunu, sigur, at útbyggingin, farið er undir nú, er neyðug fyri at ganga tí tørvi, sum skúlalógin setir til barnaskúlarnar, á møti. Skúlin skal millum annað hava teldur, og tað er ikki rætt at seta tær bara onkustaðni hissini í skúlanum, heldur bygdarráðsformaðurin. Tí er neyðugt at hava eina stovu til tær. Og tá hon ikki er til, má hon byggjast uppí, sigur hann. So einfalt er tað. Útbyggingin verður gjørd í tveimum, sigur Hjalgrím Dahl, bygdarráðsformaður. Fyrra byggistigið er at loka uppíbyggingina norður eftir inni. Annað stigið verður at gera forhøllina og innrætta tilbygningin. Fyrra byggistigið skal eftir ætlan verða liðugt í ár, meðan restin skal gerast komandi ár. Ætlanin er, at samlaða útbyggingin skal vera liðug og klár at taka í nýtslu komandi skúlaár aftur, sigur bygdarráðsformaðurin í Sunda Kommunu. Samlaði kostnaðurin fyri útbyggingina verður 2,4 milliónir krónur. Fyrra byggistigið fer at kosta 1,6 millión krónur, sum fara av fíggjaætlanini fyri ár 2000. Restin fer so av komandi fíggjarætlan, sigur Hjalgrím Dahl. Hann heldur annars, at tann íløguætlanin, sum fíggjarmálaráðharrin hevur boðað frá, man fara at verða rímiliga tronglig hjá fleiri kommunum. Í hvussu er metir hann, at kommunurnar fram við Sundalagnum fara at hava størri tørv, enn tað í løtuni sær út til, at fíggjarmálaráðharrin ætlar teimum. Barnaskúlin og Felagsskúlin á Oyrarbakka liggja lið um lið, og tí eru góðir møguleikar fyri samstarvi skúlanna millum. Eitt nú er avtala um brúk av fimleikarhøll og slíkum møguleikum, sum Felagsskúlin hevur, og tí ikki er neyðugt at hava í barnaskúlanum eisini, sigur Hjalgrím Dahl, bygdarráðsformaður í Sunda Kommunu. Eisini aðrir stovnar hjá kommununi brúka Felagsskúlan. Eitt nú eru børnini í Dagstovninum á Oyri eina feð um vikuna í fimleikarhøllini og spæla. Nú skal eg aftur læra at ganga Men eg havi sett mær fyri at ganga áðrenn dótturin, og hon verður fimm mánaðar í dag sigur 29 ára gamli Martin Karl Olsen, ættaður úr Vági, sum misti beinið, tá hann datt úr einum stiga beint fyri Ólavsøku Keypmannahavn, Sosialurin: Hálvaskýmt er inni á sjúkrastovuni á epedemisku deild á Ríkishospitalinum, har 29 ára gamli vágbingurin, Martin Karl Olsen, liggur. Hann liggur her, tí hann hevur fingið útslett av nógva heiliváginum. Bert ein song er inni og kring hana standa tey nærmastu og royna at stuðla Martin Karl. Fyri einum góðum mána síðan var hann ein spelkin, frískur unglingi, ítróttarmaður. Nú liggur hann í songini og hyggur eftir stumpinum á vinstra beini, sum er av um knæið. Hann liggur uttan dýnu og er heitur og útbrotin av øllum heilivágnum, hann hevur fingið seinastu vikurnar. Reyðflekkutur sum ein brunasjúklingi og móður. Hann hevur sæð verri út, er nú bliknaður aftur. Hann hevur gott fólk kring seg. Gentan, fimm mánaðar gamla dótturin, foreldrini og systurin og tey royna eftir førimuni at ugga Martin Karl og sjálvi at fóta sær, nú óeydnan rakti tey so meint. Eg var langt niðri í fyri tveimum døgum síðan. Hevði nógvan fepur og visti hvørki út ella inn. Visti ikki um eg í heilatikið kláraði tað, men nú gongur betri, eg havi matarlyst í dag, havi faktisk etið fyrsta døgurðan í langsamiliga tíð. Akkurát nú kenni eg tað, sum bara ein leið finnst, og hon er full drøn frameftir, sigur Martin Karl Olsen Serstaki sjúkrahúslukturin hongur í stovuni. Frísk blomstur síggja eitt sindur ónáttúrlig út her inni. Ein kundi roknað við berari elendigheit á slíkum stað, men hóast skaddur og likamliga merktur av vanlagnuni, so lýsir sjálvsálitið út úr eygum Martin Karls, og hann fer at greiða frá degnum, tá hann datt úr stiganum. Skuldi trekkja ein seym Eg stóð í stiganum uppi undir takskegginum og skuldi trekkja ein seym út, so veit eg ikki rættiliga, hvat hendi, men eg datt aftur eftir úr stiganum og kom standandi niður. Eg sá beinanvegin, at tað var heilt galið. Vinstra bein peikaði beint frameftir mest sum í vinkul. Onki fólk var í nánd, og eg rættaði brotna beinið eitt sindur upp, grulvaði út til vegin og rópti um hjálp, sigur Martin Karl. Og meðan Martin Karl fortelur um hesa hending, so er eisini pláss fyri skemti. Pápin, Jákup Olsen, spyr skemtandi um sonurin fekk seymin út. Martin Karl svarar og biður pápan sjálvan fara at hyggja eftir, tá hann kemur heim aftur. Eg varð fluttur á Landssjúkrahúsið, og nakrar tímar seinni var eg á veg niður við flogfarinum hjá Atlantic Airways. Eg visti, at okkurt var galið, hevði illgruna um, at eg kanska fór at missa beinið, men vónaði tað besta, sigur Martin Karl. Tá so læknin á Ríkishospitalinum kom og segði sum var, at teir vóru noyddir at taka beinið, fóru gardinurnar niður. Eg hugsaði beinanvegin um gentuna hjá mær og vildi, at hon sá meg áðrenn. Hon var tá stødd í Suðuroy, sigur Martin Karl. Í fyrstani hugsaði eg, so fór hetta, men seinni fekk eg mótið aftur og hugsaði, at eg skal nokk vinna meg aftur. Eg veit, at eg nú komi at verða eitt annað menniskja, eg fari at hava eina aðra útstráling, og kanska fari eg at vera í meira javnvág við meg sjálvan. Eg havi altíð verið ein buldrari, sigur Maritin Karl. Ringt at koma heim Eg vænti ikki, at tann stóra reaktiónin kemur, fyrr enn eg komi heim, ikki fyrr enn eg síggi staðið, har eg datt, men eg stúri ikki fyri at koma heim. Sjálvandi gráti eg eitt sindur um støðuna í dag, men tað skal til, sigur hann. Gentan, Regina av Økrum, kom niður sama dag, sum beinið var amputerað av Martini. Hon er 23 ára gomul og lesir til sjúrkasystir. Hon var hjástødd eina løtu undir skurðviðgerðini. Eg eri glað fyri, at eg var hjástødd. Tað ringasta var at sita í Vágum og bíða eftir at sleppa niður. Óhappið hendi fríggjadag, og eg hevði ikki tosað við Martin Karl, tá eg fór niður sunnukvøld. Martin Karl kemur heim um einar fjúrtan dagar, tá sárið er heilt grøtt. Síðan skal beinið við ymiskum bandasjum skapast soleiðis, at ein protesa passar. Martin roknar við at vera á fótum aftur í ár. Hann er dagliga lærari í Kommunuskúlanum í Havn. Eg fari neyvan upp aftur í stiga í lívinum, men eg ætli ikki at gevast við at liva. Nú er tað heila hjá mær bara full drøn frameftir, og eg skal nokk fóta mær aftur, sigur Martin Karl Olsen. Árliga heystkonsertin hjá Symfoniorkestrinum 22. oktober hevur Føroya Symfoniorkestur sína árligu heystkonsert. Henda konsertin verður heldur fjølbroyttari enn vanligu symfonikonsertirnar. Á skránni vera fýra verk. Byrjað verður við serenatu fyri 13 blásarar av Richard Strauss. Her fáa træblásararnir ein møguleika at vísa teir ljómmøguleikarar, sum liggja í >>træblásaradeildini<< í einum symfoniorkestri. Verkið er fyri tvær floytur, tvær oboir, tvær klarinettir, tvær fagottir, fýra horn og kontrafagott/kontrabass. Næsta verkið á skránni er kenda violinkonsertin eftir Felix Mendelsohn við Sámali Petersen sum solisti. Kanska kendasta og mest spælda verkið fyri violin og orkestur úr romantiska tíðarskeiðinum. Eftir steðg verður eitt annað forkunnugt verk á skránni. Her fáa "messingblásararnir" í orkestrinum annan ljóm-møguleikan í einum symfoniorkestri. Hetta verkið eftir Chris Hazell hevur heitið Three Brass Cats og Another Cat, KRAKEN fyri trompetir, trombonir, waldhorn og tuba. Seinasta verkið á skránni er Pastoral suita eftir svenska tónaskaldið Lars Erik Larsson. Ein tónamálningur av svenska landslagnum. Samanumtikið ein sera áhugaverd og avbjóðandi skrá, sum vit vóna verður væl vitjað og móttikin. Vit arbeiða víðari við okkara ætlanum Er endamálið at samstarva um eitt skilagott felags lønarlag, so eru vit als ikki bangin fyri at samstarva við eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag. Men talan má vera um samstarv, sigur Gunnleiv Dalsgarð formaður í Starvsmannafelagnum Sveinur Tróndarson Soleiðis var ikki tá kommunurnar í áttatiárunum ætlaðu at seta á stovn kommunalt arbeiðsgevarafelag, tí tá høvdu tær gjørt alt klárt áðrenn feløgini, t. d. Starvsmannafelagið, varð tikið við upp á ráð. Tá er ikki talan um samstarv. Og soleiðis verður støðan ikki hesaferð, sigur Gunnleiv Dalsgarð avgjørdur. Seinastu tíðina hevur Starvsmannafelagið gjørt sáttmálar við nakrar kommunur, og í løtuni er felagið í samráðing við aðrar kommunur um sáttmála fyri teirra starvsfólk. So nýggja arbeiðsgevarafelagið kemur ikki óvart á formannin í Starvsmannafelagnum. Vit leggja okkum ikki út í, um kommunurnar gera eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag. Vit brúka okkara orku til at gera eitt seriøst arbeiði. Og tí fara vit at tryggja okkum, at ætlanirnar við felagnum eru at gera arbeiðs- og sáttmálaumstøðurnar hjá starvsfólkun-um betri, samstundis sum viðurskiftini verða líka kring alt landið, sigur Gunnleiv Dalsgarð. Fyri hansara felag er tað hetta, sum hevur ligið fremst í huganum, og tað er ein av orsøkunum til, at tey samráðast við kommunurnar í løtuni. Tað er júst fyri at betra um sáttmálaviðurskiftini hjá starvsfólkunum. Vit hava jú havt sáttmálar við Klaksvíkar Kommunu og við Tórshavnar Kommunu í fleiri ár, so hetta er eingin kollvelting í so máta, men heldur ein standardisering av viðurskiftunum, sigur Gunnleiv. Tá kommunurnar miðskeiðis í áttatiárunum royndu at gera eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag var núsitandi formaðurin ikki limur í Starvsmannafelagnum. Men hann hevur kannað, hvussu tað gekk fyri seg, og tað hann er komin til, ynskir hann ikki at síggja enn einaferð. Sum skilst, so høvdu kommunurnar gjørt alt klárt, og starvsfólkini skuldu bara tiga og góðtaka. Hatta kemur ikki upp á tal í dag, tí soleiðis fæst ikki eitt samstarv í lag. Tað er eingin orsøk til at fara at uppfinna tann djúpa tallerkin enn einaferð. Vit hava sáttmála við eitt nú Fíggjarmálastýrið, og tað er hesin sáttmálin, sum hevur verið grundarlag, tá vit hava tosað við kommunurnar. Tí ímynda eg mær, at hesin sáttmálin eisini verður leisturin, til ein sáttmála við eitt nýtt felag, sigur Gunnleiv Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum at enda. Skilagóður tanki Hóast Klaksvíkin ikki er limur í Kommunufelagnum, men í samskipanini, so er ikki so kalt millum feløgini bæði, at býráðsformaðurin í Klaksvík ikki dugir at síggja fyrimunirnar í einum kommunalum arbeiðsgevarafelag Sveinur Tróndarson Hóast vit ikki hava viðgjørt málið í Kommunusamskipan Føroya, so er avgjørt nógv skilagott í hasum uppskotinum, sigur Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík. Klaksvíkar kommuna hevur lutfalsliga nógv starvsfólk, og tí kunnu vera bæði fyrimunir og vansar í einum kommunalum arbeiðsgevarafelag. Kortini dugir Jógvan við Keldu væl at síggja møguleikarnar við einum slíkum felagi. Eg eri av tí fatan, at tað er rættast at tað eina felagið hevur samráðingarrættin fyri kommunurnar, og tað er ikki óhugsandi, at tað verður eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag, sigur býráðsformaðurin í Klaksvík áðrenn hann leggur afturat, at áðrenn nøkur avgerð verður tikin frá stóru kommununum, skal málið viðgerast bæði væl og virðiliga í Kommunusamskipan Føroya. Spurdur um nøkur orsøk er til iva hjá stóru kommununum at fara upp í eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag, sigur Jógvan, at tað kann verða ein spurningur um, hvussu felagið er skipað. Kommunurnar í samskipanini eru so nógv tær størstu í landinum, og tað eru eisini tær, sum hava flestu starvsfólkini, so tað er nakað, sum vit mugu hava í huganum, tá vit einaferð fara at hyggja at málinum. Tá tað snýr seg um skipan av felagnum, so er uppskotið um at felagið skal skipast á sama hátt sum Føroya Arbeiðsgevarafelag, ikki so fjart frá býráðsformanninum í Klaksvík. Hann heldur tað vera eina rímuliga skilagóða loysn. Eg kundi eisini hugsað mær, at limagjaldið verður roknað sum partur av lønargjaldingunum. Tað er nokkso náttúrligt, sigur hann. Men áðrenn hann og hinir borgarstjórarnir í teimum stóru kommununum kring landið taka støðu til málið, so er nógv, sum skal fáast upp á pláss felagnum viðvíkjandi. Fyrst av øllum skal Kommunusamskipanin hava eina áheitan frá Kommunufelagnum, og tann áheitanin er ikki komin enn. So skal alt málið, sum tað er viðgerast í samskipanini og ikki fyrr enn tað er gjørt, taka kommunurnar støðu til um tær vera við í nýggja kommunala arbeiðsgevarafelagnum. Trý pør av tvíburðum á sjúkrahúsinum Óvanliga nógvir tvíburðar eru føddir í ár, og herfyri lógu trý pør á landssjúkrahúsinum í senn Stefan í Skorini Tað er ikki hvønndagskostur á Føðideildini á Landssjúkrahúsinum í Havn, at tríggjar mammur allar eiga tvíburðar í senn. Í ár varð tó so væl lagt til rættis, at trý pør lógu saman á Føðideildini. Tað kann vera sera ymiskt frá ári til ár, hvussu stórt talið av tvíburðum er, men hetta árið hevur roynst sera væl, hvat talinum av tvíburðun viðvíkur, verður sagt av Føðideildini. Eisini er barnatalið sum heild økt í ár. Tað er tó hent fyrr, at tríggir hava ligið í senn, men tað eru nú nøkur ár síðani. Tað merkisverda tá var, at allar mammurnar vóru úr Suðuroynni. Hesuferð er bara tann eina haðani, meðan hinar eru úr høvuðsstaðnum. Ein av jaðrarmøðrunum á Føðideildini sigur, at tvíburðar ofta ganga aftur í ymsum familjum, og tað kann tí ganga í arv, men tað er tó ikki vísindaliga prógvað. Nógv bendir tó á hetta. Tær, sum hesuferð áttu tvíburðar, vóru Frida Mouritsen úr Vági, Marjun Reinert Simonsen úr Havn og Rannvá Skála eisini úr Havn. Myndatekstur: Tríggjar fegnar mammur við sínum tvíburðum í favninum. Frá vinstru er tað Frida Mouritsen við tveimum gentum, Marjun Reinert Simonsen í miðjuni við eini gentu og einum drongi og høgrumegin er tað Rannvá Skála við tveimum dreingjum Mynd: Álvur Haraldsen Seta á stovn Kommunalt Arbeiðsgevarafelag Tann 5. oktober er settur at vera stovningardagurin fyri nýggja kommunala arbeiðsgevarafelagið, sum er tikið framaftur eftir at hava ligið í eini skuffu síðani miðskeiðis í áttatiárunum. Vit gera tað fyri at halda eitt javnt hóskandi lønarlag, sigur Jógvan K. Mørkøre, formaður í Kommunufelagnum, sum er stigtakari Sveinur Tróndarson Seinastu tíðina er tað vorðið alt meira vanligt, at t. d. Starvsmannafelagið ferðast frá kommunu til kommunu at gera sáttmálar, og tað er m. a. fyri at sleppa undan at sáttmálarnir víkja ov nógv frá hvørjum øðrum, at nýggja felagið verður stovnað. Í løtuni gongur rákið tann vegin, at lønarlagið verður eins líkamikið hvar í landinum tú er, og tað er fyri at halda eitt javnt hóskandi lønarlag, vit seta á stovn eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag, sigur Jógvan K. Mørkøre. Kortini viðgongur Jógvan, at hann ikki hevur tosað við Starvsmannafelagið um hvussu arbeiðast skal frameftir. Nei, tað havi eg ikki. Og eg haldi heldur ikki, at tað er rætt at gera tað enn. Lat okkum fyrst fáa felagið upp á beinini, sigur formaðurin í Kommunufelagnum. Gomul ætlan Ætlanirnar um at seta á stovn eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag eru ikki nýggjar. Minni enn so. Miðskeiðis í áttatiárunum varð gjørd ein roynd, men hon datt niðurfyri. Tá var ætlanin komin rættiliga langt, men so kom kreppan, og tey næstu árini máttu kommunurnar brúka alla orku upp á kreppuloysnir. Men vit høvdu gjørt eitt stórt fyrireikingararbeiðið, so vit vóru rættiliga væl fyri tá, sigur Jógvan. Hóast fyrireikingararbeiðið bert var gjørt frá kommunalari síðu, so er Jógvan vísur í, at grundarlagið var gott til at byrja eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag, men tað skuldu altso ganga umleið 15 ár, áðrenn tað veruliga kom. Formaðurin í Kommunufelagnum sær einki løgið í at gera eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag. Hann heldur tað verða eins náttúrligt og tað er fyri privat feløg, at gera eitt landsdekkandi arbeiðsgevarafelag, sum hevur samráðingarrætt. Og tá kommunur ikki hava loyvið til at gerast limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, so er hetta tann skilabesta loysnin. Tankin og endamálið við okkara felag er tann sami. Men fyri at kommunurnar kunnu geva frá sær samráðingarrætt, so mugu tær hava loyvið frá landsstýrinum fyrst, sigur hann. Helmingurin er málið Jógvan Mørkøre leggur eina við, at kommunala arbeiðsgevarafelagið verður stovnað hesaferð. Seinast gekk tað eitt sindur seint fyri seg, og tað vil hann ikki skal henda hesaferð. Vit hava longu fingið fráboðan frá 12 kommunum, sum vilja vera við, men málið er, at helmingurin av kommununum í Føroya Kommunufelag, skulu gerast limir. Men felagið verður stovnað undir øllum umstøðum, sigur Jógvan K. Mørkøre. Tað er hansara fatan, at tað í fyrsta umfari ikki hevur so stóran týdning at allar eru við at stovna felagið, tí tær kunnu koma upp í aftaná. Føroya Kommunufelag stendur sum stigtakari av felagnum, men tað merkir ikki, at felagið bara er ætlaður limakommununum í Kommunufelagnum. Allar kommunur í landinum eru vælkomnar at gerast limir í felagnum, og tað vóna vit eisini at tær gerast, sigur Jógvan. Limagjald eftir lønarútgjaldingum Sum vanligt er, tá eitt felag verður stovnað, so eru tað limirnir, sum skulu gjalda tað, sum tað kostar at reka felagið. Her hugsar Jógvan sær, at eitt fólk verður sett at taka sær av rakstrinum, fyri at talan ikki skal gerast um vinstrahondsarbeiði, sum hann tekur til. Tað er neyðugt, tí talan er um eitt stórt og tungt øki. T`i er neyðugt at seta fólk at taka sær av tí. Um tað verður í hálvum ella fullum starvi er ov tíðliga at siga nakað um enn. Kostnaðin av felagnum hugsar hann sær, at limirnir í felagnum skulu bera, og hann verður býttur eftir, hvussu stórar lønarútreiðslurnar hjá kommununi eru. Eg hugsi, at tað er tann rættasta loysnin, sigur Jógvan K. Mørkøre. Tað er sami leistur, sum verður brúktur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Og formaðurin í Kommunufelagnum er helst á rættari leið, tí umframt tær kommunur, sum hava boðað frá, at tær taka undir við uppskotinum, so er ikki óhugsandi, at tær stóru kommunurnar taka undir við uppskotinum um eitt felags kommunalt arbeiðsgevarafelag. Rætting Av misgávum varð eitt av eftirnøvnunum hjá einum av valevnunum á javnaðarlistanum skeivt stavað í blaðnum í gjár. Tað skal av røttum vera Ingrid Jacobsen við c og ikki við k, sum annars varð skrivað í blaðnum í gjár. J & K Petersen 25 ár Byggifelagið J & K Petersen hevur nú havt 25 ár á baki í føroysku byggivinnuni, og hátíðarhald hevur verið í nýggju hølunum Stefan í Skorini 30. apríl í 1975 varð fyrsti maðurin settur í starv í byggifelagnum J & K Petersen. Felagið varð stovnað á vári hetta árið. Tað vóru brøðurnir John og Kristian Arnfinn Petersen, sum tóku seg saman um at seta felagið á stovn í Skopun. Felagið er í ár flutt í nýggj høli á Sandvíkahjalla, og dagurin varð hátíðarhildin, samstundis sum tey nýggju hølini vórðu tikin í nýtslu. Móttøka var 25. august, og eini 200 fólk løgdu leiðina framvið nýggju hølunum. Dagin eftir var veitsla fyri starvsfólkunum við maka. Í nýggja bygninginum er skrivstova, verkstaður og betongsøla. Í fyritøkuni arbeiða í løtuni eini 40 fólk, men aðrar tíðir hava verið eini 50 fólk til arbeiðis. Tað veldst alt um, hvussu nógv fólk tey ymisku arbeiðini krevja, ella hvat slag av arbeiði talan er um. Í løtuni er einki byggiarbeiði, sum vanliga krevja flest fólk. Flest fólk eru um summarið. J & K Petersen hevur arbeiði trý ár fram í tíðina beint nú. Eisini hevur felagið keypt helmingin í einum felagi í Grønlandi og hevur eitt sjálvstøðugt felag í Íslandi. Soleiðis kann felagið verða virkið, tá virksemið er lítið í Føroyum. Ragnhild Petersen, vanliga nevnd Guggan, er stjóri í fyritøkuni og hevur verið tað síðan 1991. Myndatekstur: Stjórin í J & K Petersen, Ragnhild Petersen (Guggan) frammanfyri nýggja bygninginum hjá byggifelagnum á Hjalla Mynd: Jens Kr. Vang Sjúkraliðið í Vágum stóð sína roynd til reint ug Stórt arbeiði verður gjørt í Vágunum fyri at fáa okkum eina vælvirkandi og nútíðarhóskandi tilbúgvingarskipan. Seinasta vikuskiftið, tá ein franskur trolari var í havsneyð við Føroyar, slapp "Sjúkraliðið" í Vágum at standa sína roynd Jan Müller Í sambandi við arbeiðið við Tilbúgvingararætlan fyri Føroyar varð avgjørt at byrja við Vágunum: at gera eitt "pilotprojekt", sum síðani kundi brúkast og lagast til restina av landinum. Hetta projektið, sum vanliga verður kallað "Vágamodellið" er komið væl áleiðis, men er tó ikki heilt liðugt enn. Sosialurin hevur tosað við Regin Jespersen hjá løgregluni í Vágum, sum er ein av lyklapersónunum í tilbúgvararbeiðinum. Arbeiðið við tilbúgvingarætlanum er annars sett í gongd kring landið, har løgreglan, brunaumsjónin, bjargingarfeløg og kommunur í tøttum samstarvi eru í gongd við at virka eina tilbúgvingarætlan fyri teirra øki, og er ætlanin, tá ið hesar ætlanir eru lidnar, at samskipa allar hesar í eina størri ætlan, sum væntandi fær heitið "Tilbúgvingarverkætlan fyri Føroyar". Regin Jespersen sigur, at ætlanin er at koyra eftir sama leisti kring alt landið, soleiðis at skilja, at verður assistanca veitt millum økini, so skulu øll vita, at tað er sami leistur, sum er galdandi allastaðni. Halda skeið Taka vit Vágoynna so eru ætlanir hjá teim ymisku bólkunum samskipaðar. Tað hava verið hildin ymisk felags skeið og felags venjingar, sum hava givið eitt sera gott úrslit. Ætlanir eru eisini frammi um at gera smærri viðkomandi skeið fyri teir ymisku bólkarnar og at "læra" hesar at samstarva. Ein sera stóran leiklut í tilbúgvingini fyri Vágar - og fyri so vítt um alt landið - koma bjargingarfeløguni at hava. Í Vágum er tað Vága Bjargingarfelag, (VBF). VBF var áður skipað sum ein stórur bólkur, men síðani gongd kom á tilbúgvingararbeiðið í Vágum er VBF skipað í fleiri smærri og størri eindir, við "serkønum" fólkum í hvørjari eind. VBF telur nakað yvir 400 limir og kann roknast við, at eini 120 - 150 kunnu tilkallast í eini vandastøðu. Hesi umboða ambulansatænastu, sjúkralið, bjargamenn, leitingarlið, bátalið, psykisk l. hjálparlið, rossalið, froskmenn, hjálparfólk og stuðlar. Regin Jespersen sigur, at tað í sambandi við tilbúgvingararbeiðið varð mett, at hjálpiarbeiðið á og við eitt skaðastað átti at verða betur skipað. Tað hava ymiskar venjingar víst er neyðugt. Tí bleiv eitt skeið gjørt, ið skeiðtænastan hjá Landssjúkrahúsinum samskipar og sum m.a. fevnir um: l. hjálp, víðkað 1. hjálp, kort- og kumpasslæru, børuteknik, samstarv við tyrlur, samstarv við læknar, samstarv við ambulansur, samstarv við løgreglu, samskifti o.s.f. Tilsamans 39 fólk í Vágum og Mykinesi hava lokið hetta skeið, og eru hesi fólk úr heilsutænastuni í Vágum og úr VBF. Eftir ráðføring við teir serkønu á Fróðskaparsetrinum, fekk hetta skeið/lið heiti "Sjúkralið". Brúk fyri Sjúkraliðinum Seinasta vikuskiftið var so fyrstu ferð av álvara brúk fyri hesum Sjúkraliði. Boð komu til Vága Floghavn um, at eitt franskt skip við 18 monnum var í havsneyð uttanvert Ytrabanka, og at ein bretsk tyrla helst vildi koma til Vága Floghavn við manningini. Eingin visti nakað um, hvussu manningin var fyri, men fyri at verða fyrireikað til møguligt átak, vórðu boð send til Vága Bjargingarfelag um at hjálpa, um so var, at manningin bleiv tikin av skipinum og flutt til Vágar. Kalliskipanin eftir sjúkraliðnum virkar eftir eini "telefonketu", soleiðis at bert er neyðugt at ringja til ein persón, og vil hesin síðan ringja víðari soleiðis, at at enda hava øll fingið boð. Fjórðu ferð skal "kontrollringjast" til formannin hjá VBF ella alarmcentralin, so at ein altíð veit, hvussu nógv hava fingið boð og koma. Í tøttum samstarvi við sløkki- og bjargingartænastuna hjá Vága Floghavn, vórðu teppi fingin til vega umframt at børur eisini vóru tøkar, um hetta bleiv neyðugt. Tað gekk stutt tíð at fáa boðini gjøgnum "telefonketuna", og tá ið tíðin var komin til, at Sjúkraliðið skuldi møta á Vága Floghavn, vóru 33 av teim 39 fólkunum komin til staðar. Hini restandi høvdu umstøður, sum forðaði teimum at møta. Kl. 2000 komu so boðini um, at tað var eyðnast at fáa pumpur umborð á trolaran og tiltakið bleiv síðan avlíst. Eftir kaffimunn og evaluering (eftirmeting) fóru øll væl nøgd til hús, og tóku hetta sum eina sera realistiska venjing greiðir Regin Jespersen frá. Ber frukt Hann sigur annars, at tey, sum arbeiða við Tilbútvingarætlanini fyri Føroyar, kundu tí við hesum staðfesta at ein partur av arbeiðinum, sum er farið fram, longu nú vísti seg at bera frukt . Tað vísir, at vit eru á røttu leið sigur Regin Jespersen, sum við hesum fegin vil eggja fólki til at taka tilbúgvingina í álvara. Hann vil við hesum eisini fegin sleppa at geva Sjúkraliðnum og VBF eitt herðaklapp. Sosialurin skilur, at tað verður arbeitt rættiliga miðvíst við tilbúgvingarætlanunum í Vágum. Í desember mánað fara kommunulæknin og tannlæknin í oynni til Danmarkar at luttaka á einum skeiði, sum "Beredsskabsstyrelsen" skipar fyri. Hetta er eitt skeið, sum snýr seg um tað samskipandi læknafunktiónina í eini skaðastøðu, nakað, sum nettupp hevur víst seg ikki at virka nóg væl, tá skipað hevur verið fyri bjarging í sambandi við vanlukkur. Veðrið Eitt brúgvalag sunnanfyri Ísland fer eystureftir og verður yvir Føroyum í nátt. Lágtrýstið vestanfyri Ísland fer eystureftir og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum leygarnáttina. Veðrið í dag: Lot til andøvsgul av suðri, seinni av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørki í støðum. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið fríggjadagin: Lot til andøvsgul av ymsum ættum og yvirhøvur turt, men seinnapartin veksur hann vindin upp í ein strúk av suðri og seint um kvøldið regn. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið leygardagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og regn. Seinnapartin minni vindur av vestri og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 8 og 12 stig. Í gjár: Eitt brúgvalag sunnanfyri Ísland fer eystureftir og verður yvir Føroyum í nátt. Í dag: Lágtrýstið vestanfyri Ísland fer eystureftir og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum leygarnáttina. Atlantsflog til London Komandi summar fer Atlantsflog at flúgva beinleiðis úr Vágum til London eina ferð um vikuna. Rutan til Glasgow verður niðurløgd Komandi summar fer Atlantsflog at flúgva til London hvønn sunnudag. Talan er um nýggja rutu. Samstundis verður rutan til Glasgow niðurløgd. Flogið verður til London frá 17. juni til seinast í august komandi ár. Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, sigur, at ábendingar hava verið um, at føroyingum dámar at ferðast til London. London er stórur og spennandi marknaður, og skotlandsflúgvingin hevur víst, at fólk fara víðari suður eftir úr Glasgow. Stjórin á Atlantsflog heldur ikki, at tað verður nakar trupulleiki at fáa eina rutu til London at bera til. Samstarvsfelagarnir hjá Atlantsflog í Bretlandi meta, at betri møguleiki verður eisini at fáa bretar hendanveg, um flogið verður til London, sigur Magni Arge. Hvagar flogið verður til í London er ikki heilt greitt enn, sigur Magni Arge. Heathrow og Gatwick eru sera stórar floghavnir, og ringt kann vera at sleppa fram at har. Eftir er so Stanstead, sum helst verður tann floghavnin, Atlantsflog fer at brúka á síni rutu til London. Hvør samstarvsfelagin hjá Atlantsflog í London verður, er ikki endaliga avgjørt enn. Men Atlantsflog hevur fyrr samstarvað við bæði SAS og Icelandair, so ikki er óhugsandi, at tað verður annað av hesum feløgunum, sigur Magni Arge. Hann veit heldur ikki enn at siga endaliga ferðaseðlaprísin. Um summarið, sum farið er, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog, at tað hevur roynst hampiliga væl. Vøksturin í samlaða ferðafólkatalinum í juni, juli og august liggur um 10-12 prosent í mun til somu mánar í fjør, sigur hann. Í prosentur hevur vøksturin verið størstur á Íslandsrutuni, har hann er umleið 20 prosent. Men fleiri fráferðir hava verið úr Føroyum í ár. Eini 3.000 fólk hava ferðast til Íslands við Atlantsflog í ár, sigur Magni Arge. Eisini á Noregs- og Danmarkarrutunum er ávísur vøkstur. Til Noregs er ferðafólkatalið meira enn tvífaldað hesar tríggjar mánarnar í ár í mun til í fjør. Men tá er eisini ein fráferð komin aftrat. Á Danmarkarrutunum hevur vøksturin verið eini 12 prosent. Men har vil stjórin ikki upplýsa tøl. Skotlandsrutan hevur mestsum staðið í stað. Og nú verður Glasgowrutan niðurløgd, meðan flogið fer at verða til London komandi summar. Magni Arge metir, at pláss er fyri ávísum vøkstri á serliga Íslands- Noregs- og Onglandsrutunum. Hinvegin sigur hann, at sum er, er kapasiteturin í so stórur til hesar ruturnar. Eitt flogfar við 80 stólum flýgur mangan bara hálvfult. So eitt minni flogfar hevði ivaleyst verið betri egnað og heilt givið bíligari í rakstri. Men nú er støðan tann, at Atlantsflog hevur 80 setur. So er bara eitt at gera. At fylla flogfarið, sum er. Tað metir Magni Arge best at kunna gera við at fáa fleiri útlendingar at feðast við Atlantsflog. Og tað fer felagið so at royna í komandi tíð. Leggur trýst á Dúgvuna Eimskip er givið at sigla til Klaksvíkar, og tí skulu byngjurnar, sum felagið flytir úr Klaksvík, umvegis Leirvíksfjørð og koyrast til Havnar. Klaksvíkar býráð er misnøgt við støðuna Tað fer at leggja størri trýst á Leirvíksfjarðaleiðina, at Eimskip nú er givið at sigla til Klaksvíkar. Hvørja viku hevur Eimskip flutt millum 10 og 20 byngjur úr Klaksvík, og hesar byngjur skulu framyvir flytast bæði aftur og fram um Leirvíksfjørð. Frammanundan siglir Dúgvan á tremur við fólki og bilum, og tí kemur byngjuflutningurin at økja trýstið á hesa farleiðina. Klaksvíkar býráð kann ikki góðtaka, at útflutningurin fer at økja trýst á Leirvíksfjarðaleiðina og at Klaksvíkar Havn missir inntøkur, sum tað hevur rætt til, sigur Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík. Dúgvan siglir sum er á tremur næstan hvønn túr, men vit ætla at klára farmin hjá Eimskip eisini. Um tað verður neyðugt, kunnu vit sigla eykatúrar, sigur Heini á Borg, leiðari av Farmaleiðum hjá Standferðsluni. Tænastan Eimskip er farið at brúka tvey nýggj skip, sum bæði eru størri og sigla skjótari enn skipini, sum felagið brúkti frammanundan. Hetta ger, at Klaksvík er tikið av ferðaætlanini. Eimskip hevur tó lovað, at felagið fer at bjóða somu tænastu til síni viðskiftafólk í Klaksvík, og hendan tænastan verður, at felagið koyrir byngjurnar suður til Havnar við trailarum. Sjálvandi er tað ein fyrstafloks tænasta, at skipið kemur í havn eftir farminum, men vit ælta at gera alt fyri, at okkara kundar í Klaksvík framyvir eisini fáa eina góða tænastu, sigur stjórin á Eimskip, Linda Gunnlaugsdóttir. Eimskip vil ikki upplýsa, hvussu nógvan farm felagið hevur flutt úr Klaksvík seinastu tíðina, men Sosialurin skilir, at tað vanliga er talan um millum 10 og 20 byngjur. Vit ætla at brúka Strandferðsluna, og vit fara eisini at samstarva við tey, fyri at fáa hetta at bera til, sigur stjórin á Eimskip. Flyta so hvørt Dúgvan siglir hvønn dag um 10 túrar millum Klaksvík og Leirvík, men um tað verður neyðugt við eykatúrum framyvir, ætlar Strandferðslan at sigla meira. Sjálvandi kemur tað at merkjast, at Eimskip skal flyta byngjurnar við Dúgvuni, men eg kenni meg vísan í, at vit fara at klára hendan flutningin eisini, sigur Heini á Borg. Eimskip siglir úr Føroyum leygardag, og Heini á Borg heldur, at møguleikar eru fyri at sigla eykatúr fríggjakvøld, um hetta gerst neyðugt. Allur flutningurin er ikki í senn, og tí hjálpir tað, um tað ber til at flyta byngjur leypandi gjøgnum fleiri dagar, heldur hann. Ágóðin av útflutninginum Klaksvíkar býráð hevur havt fundarvirksemi um støðuna, sum er íkomin, eftir at Eimskip boðaði frá, at tað fór at gevast at sigla til Klaksvíkar. Vit kunnu ikki góðtaka, at tað verður lagt enn størri trýst á Dúgvuna, sum frammanundan hevur trupult við at klára flutningin. Og vit kunnu heldur ikki góðtaka, at Klaksvíkar havn ikki fær fíggjarligan ágóðan av tí útflutninginum, sum er úr Klaksvík, tá vit nú hava gjørt stórar íløgur í havnina, sigur Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík. Tí fer hvørki havnanevndin ella Klaksvíkar býráð at góðtaka hesa støðuna, og vit fara at venda okkum til skipafeløgini og Vinnumálastýrið, sigur hann. Verri umstøður Jógvan við Keldu sigur, at býráðið ætlar sær ikki at blanda seg uppí, hvat Eimskip ger, men hann heldur tað verða vanligan handilsmoral, at felagið ikki boðaði býráðnum frá, at tað fór at gevast at sigla til Klaksvíkar. Tá Eimskip fór undir at sigla til Klaksvíkar, var leiðslan í felagnum fleiri ferðir á fundi við okkum fyri at finna út av, hvussu alt skuldi fáast at bera til. Men nú teir gevast, hava vit ikki hoyrt eitt orð frá teimum. Klaksvíkar havn kemur at missa inntøkur, trýstið á Dúgvuna fer at økjast enn meira og umstøðurnar hjá útflutningsvinnuni í Klaksvík versnar. Tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur ein avgjørdur borgarstjóri í Klaksvík Havnar Hornorkestur venur aftur Vit spyrja ikki um aldur. Vit spyrja ikki um kyn. Hava tit spælt áður, ella hava hug at taka lut í felagsspæli, so eru tit vælkomin í Havnar Hornorkestur. Soleiðis sigur hornorkestrið í tíðindaskriv í sambandi við, at venjingarnar nú byrja aftur. Havnar Hornorkestur er eitt sera virkið felag. Higartil í 2000 hevur Havnar Hornorkestur spælt til umleið 15 ymiskar almennar framførslur. Venjari hjá orkestrinum er Ove Olsen. 13. februar ár 2003 verður Havnar Hornorkestur 100 ár. Hetta verður hátíðarhildið á ymiskan hátt, og heldur orkestrið, at tað hevði verið stuttlig, um TÚ eisini vart við. Havnar Hornorkestur venur á Havnar Skansa kl. 2000 til 2200, mánakvøld og hóskvøld. Tey, ið vilja vita meira, kunnu tit ringja til Kára á 316585, Jonhard á 315154, ella Olaf á 315915. Eisini ber til at koma á Skansan áðurnevndu tíðarskeið. Rás 2 bjóðar samstarv undan kommunuvalinum Politisku flokkarnir sleppa undan kommunuvalinum í november fram at mikrofonini í Rás 2, um teir gjalda pengar afturfyri Rás 2 bjóðar nú politisku flokkunum samstarv undan kommunuvalinum, sum verður í november mánaði. Í einum skrivi til flokkarnar, sum Sosialurin hevur fingið hendur á, skjýtur Rás 2 upp, at rásin og politisku flokkarnir fara at samstarva upp undir kommunuvalið. Rás 2 bjóðar flokkunum tvær sendingar saman við verti og tríggjar kjakfundir stutt undan valinum, og fyri luttøkuna í hesum skulu flokkarnir gjalda stívliga 17.000 krónur. Enn hava allir flokkarnir ikki svarað Rás 2, men Sosialurin hevur skilt, at fleiri flokkar viðgera uppskoti í løtuni, og at í hvussu so er Sambandsflokkurin er sinnaður at verða við. Tríggir kjakfundir Rás 2 ætlar, at hol skal setast á politisku sendingarnar í hesum mánaðinum. Flokkarnir fáa eina tíma saman við einum verti sum innleiðandi atgerðina undan valinum. Í oktober verður aftur ein tími í part saman við einum verti, og seinastu tvær vikurnar undan kommunuvalinum verða tríggir kjakfundir millum flokkarnar. Uppskotið hjá Rás 2 umfatar politisku flokkarnar og ikki øki, men sendingarnar verða helst skipaðar soleiðis, at tey snúgva seg um eitt øki í senn. Tað ber illa til hjá kommunalpolitikarum í Havn og Klaksvík at kjakast við hvønn annan, tí annar tosar um vegir í Klaksvík og hin í Havn. Ætlanin er, at sendingarnar í september og oktober millum annað skulu snúgva seg um flokkarnar sum heild og politisku hugsjónina aftanfyri. Kjakfundirnir fara sum vanligt at snúgva seg um meira ítøkilig mál. Umhugsa uppskotið Sambært uppskotinum hjá Rás 2 skulu flokkarnir gjalda 5000 krónur fyri hvørja av teimum báðum sendingunum í september og oktober mánaði. Og startgjaldið fyri hvønn av kjakfundunum er 2500 krónur. Samanlagt 17.500 krónur fyri hesa senditíð. Sosialurin hevur tosað við umboð fyri fleiri flokkar, og onkur av hesum umboðunum ivast eitt sindur í tilboðnum frá Rás 2. Fleiri flokkar viðgera í løtuni uppskotið, og skulu síðani boða Rás 2 frá teirra støðu. Starvsnevndin hjá Sambandsflokkinum hevur longu viðgjørt málið og er sinnað at luttaka. Tvørkirjuligur bønardagur á Hotel Føroyum Leygardagin 7. oktober verður Hotel Føroyar karmur um ein tvørkirkjuligan bønardag. Byrjað verður við morgunmati (kaffi/te og rundstykkjum) kl. 09.00. Ætlanin er at halda á til í mesta lagi kl. 14.00. Undir dagsheitinum: "EITT LIVANDI SAMFELAG" savnast trúgvandi úr øllum landinum til bøn fyri landi og fólki okkara. Hugsjónin er, við minst 1000 forbiðjarum, at gera veg fyri Guðs ríki og vilja Hansara inn í alt okkara samfelag soleiðis at vit gerast eitt ljós fyri aðrar tjóðir, og at vit samstundis gerast ein útsendingarmiðdepul fyri heimsmissión. Stigtakarar eru Dánial Gaardlykke úr Saltangará og Frank Jacobsen úr Tórshavn. Tiltakið er óheft av øllum samkomum/kirkjum í landinum. Ein fimm manna arbeiðsnevnd er sett at taka sær av tí praktiska arbeiðinum. Í nevndini sita: Dánial Gaardlykke, Stanley Olsen, Frank Jacobsen, Eivinn Bringsberg og Jaspur Johannesen. Við yvirnevnda arbeiðssetningi heitir nevndin á lesaran at vera við at vinna land og fólk okkara fyri Kristus. Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 55,- við morgunmati íroknaðum. Byrjað verður at biðja kl. 10.00. Biðið verður fyri viðkomandi samfelagsviðurskiftum, politisku støðuni, missión, reinleika og Ísrael, umframt øðrum viðkomandi evnum. Tú kanst tekna teg til luttøku við at flyta kr. 55,- til: 1000 F.F.F., konto nr. 1313403 í Føroya Sparikassa og viðmerkja navn títt á inngjaldið. Sjónvarpið sendir OL úr Sydney Fríggjamorgunin kl. 08.50 verða olympisku leikirnir settir í Sydney í Australia. Sjónvarp Føroya fer at senda haðani beinleiðis í tríggjar tímar. Olympisku leikirnir fara eisini at seta dám á skránna hjá sjónvarpinum komandi vikurnar. Sjónvarpið hevur avgjørt at samsenda við Danmarks Radio, sum teir næstu 14 dagarnar fer at senda einar 300 tímar frá OL í Sidney. OL-skráin hesar dagarnir fer at liggja rættuliga føst: Sjónvarpið byrjar hvørt kvøld kl. 23.00 at samsenda við DR og senda út í eitt til kl. 13.00 dagin eftir. Kl. 17.30 hvørt kvøld verður so ein samandráttur av tí, sum er hent um náttina. Hvørt kvøld kl. 22 verður ein tími við undirhaldi, har tilfarið hevur eitthvørt samband við OL, og aftaná tað, kl. 23 verður so aftur sent beinleiðis úr Sydney til kl. 13 dagin eftir. Hetta verður so lagið teir næstu 14 dagarnar til 1. oktober tá leikirnir enda. Breið undirtøka fyri skattaábót Allir tríggir andstøðuflokkarnir taka undir við uppskoti Fólkafloksins um skattaábøtur fyri fólk við lág- og miðalinntøkum Uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at hækka botnfrádráttin í skattinum hjá lág- og miðalinntøkunum fær góða undirtøku millum andstøðuflokkarnar. Formenninir í teimum trimum andstøðuflokkunum taka allir fult undir við grundhugsjónunum í uppskotinum. Vil viðgera nærri Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum heilsar uppskotinum vælkomnum og býðir sær at viðgera uppskotið nærri saman við Fólkaflokkinum, soleiðis at eitt gott úrslit kemur burturúr. Javnaðarflokkurin hevur sambært Jóannes Eidesgaard seinastu tíðina arbeitt við einum líknandi uppskoti og er til reiðar at tengja tað saman við tí hjá Fólkaflokkinum, um neyðugt. Hevur Óli Breckmann hug at føra hetta uppskotið út í verki, er bara hjá honum og Fólkaflokkinum at koma til arbeiðis, staðfestir Jóannes Eidesgaard. Skattalætti neyðugur Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum sigur seg avgjørt vera sinnaðan at tosa nærri við Fólkaflokkin um uppskotið. Tað er einki at ivast í, at ein skattalætti til tey lágløntu er neyðugur, og tí taka vit sjálvsagt undir við einum slíkum uppskoti, sigur Edmund Joensen. Jenis av Rana úr Miðflokkinum sigur seg eisini kunna taka undir við einum uppskoti, ið er til fyrimuns fyri tey veiku. Formaðurin í Miðflokkinum vísir á, at hóast tað stendur í samgonguskjalinum, at virkast skal fyri skattalætta, hevur hetta higartil bert verið til fyrimuns fyri tey meira mentu. Í hesum sambandi sipar Jenis av Rana til partafelagsskattin, sum er endurskoðaður. Men at Fólkaflokkurin nú kemur við einu uppskoti, ið hjálpir teimum veiku, er bara gott, staðfestir Jenis av Rana. Samgongan varin Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin, sum umframt Fólkaflokkin eru í samgonguni, eru varnir og taka ikki uttan fyrilit undir við uppskotinum frá Fólkaflokkinum. Høgni Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum vísir á, at føroyski búskapurin er ovurupphitaður í løtuni, og tí eiga vit at vera varin við at lækka skattin uttan fyrilit. Men Høgni Hoydal tekur undir við grundhugsjónini um, at skattapolitikkurin skal broytast, soleiðis at hann kemur teimum lágløntu til góðar. Tað ber ikki til, at arbeiðsfólkini skulu bera byrðuna, meðan onnur kunnu vinna stórt uppá at umseta fiskidagar og fiskiloyvi, uttan at tað kemur almenninginum til góðar, staðfestir Høgni Hoydal. Tjóðveldisflokkurin vil sambært Høgna Hoydal til eina og hvørja tíð viðgera føroyska skattapolitikkin, men hann roknar ikki við, at Tjóðveldisflokkurin uttan fyrilit fer at taka undir við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum. Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýrisflokkinum heldur ikki, at tað ber til at lækka skattin samstundis sum vit arbeiða fyri at fáa fullveldi og samfelagið er ovurupphitið. Vit skulu í staðin miðja eftir at fáa brúkt hvørja skattakrónu betur, heldur Sámal Petur í Grund. Men Sámal Petur í Grund tekur kortini undir við grundtankanum hjá Fólkaflokkinum um, at botnfrádrátturin skal lækkast. Tað skal bara ikki vera júst nú. Tí fer Sjálvstýrisflokkurin ikki at atkvøða fyri uppskotinum, um tað kemur á tingborð. Karsten skal leggja tað fram Óli Breckmann, sum vegna Fólkaflokkin stendur aftan fyri uppskotið, ætlar sær ikki at leggja uppskotið fyri tingið. Uppskotið er eitt signal til Tjóðveldisflokkin um, at samgonguskjalið skal haldast, sigur Óli Breckmann. Formaðurin í Fólkaflokkinum heldur, at tað eigur at vera Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ið leggur fram uppskot um at lækka skattin, sum samgonguskjalið eisini staðfestir. Grein 4 og 5 í samgonguskjalinum siga, at skatta- og avgjaldstrýstið á húsarhald og framleiðslu skal linkast, og skattafría grundupphæddin skal vera so høg sum møguligt. Helveg skal standa skúlarætt Báðir teir føroysku fólkatingslimirnir hava sent danska uttanríkisráðharranum skrivligan fyrispurning um NATO málið Niels Helveg Petersen skal um átta dagar skrivliga svara báðum føroysku fólkatingslimunum og fólkatinginum, um hví hann sigur fyri landsstýrinum, at Føroyar skulu hava her fyri at gerast limur í Partnership for Peace. Ein kelda, sum stendur NATO nær, hevur í brævi gjørt landsstýrinum greitt, at Føroyar saktans kunnu gerast limir í Partnership for Peace. uttan at hava vápnaða megi. Tá svarið kemur frá Niels Helveg Petersen, verður tað roknað sum eitt svar til alt fólkatingið. Tí kann hann koma í trupulleikar, um hann gevur skeivar upplýsingar. Vilja ikki fara aftur til arbeiðis Onki røkist fyri, at 75 børn í Kollafirði sleppa aftur í dagrøkt Enn røkist onki fyri at dagrøktarmammurnar í Kollafirði fara aftur til arbeiðis í bræði. Ósemjan ímillum dagrøktarmammurnar og og kommununa nívir fast, tí tilsamans eru tað eini 75 børn, sum ikki sleppa í dagrøkt hjá teimum 15 dagrøktarmammunum í Kollafirði. Børnini eru í aldrinum frá 0 til 10 ár. Samstundis er verkfallið hjá teimum eisini víðkað, so at allir limir í Føroya Arbeiðarafelag, sum arbeiða hjá Kollafjarðar Kommunu, eisini eru farnir í verkfall. Tað ber m.a. í sær, at hvørki skúli ella svimjihylur eru vaskað í eina viku, umframt at annað kommunalt arbeiði heldur ikki er gjørt hesa tíðina. Og nú verkfallið hjá dagrøktarunum fer inn í triðju vikuna í dag, heldur Ingeborg Vinther, at tíðin er búgvin til at leggja harðari trýst á kommununa fyri at fáa semju um ein sáttmála. Men akkurát, hvørji tiltøk, hon hugsar um, kann hon ikki siga enn. Ov lítið í løn Ein av dagrøktarmammunum, Miriann Dam, sum eisini er talskvinna hjá teimum, sigur, at verkfallið er fyrst og fremst ein spurningur um løn. Dagrøktarmammurnar í Kollafirði hava ongan sáttmála havt í 12 ár. Og vit fáa enn somu løn, sum vit fingu fyri 12 árum síðani. Í meiri enn eitt ár hava vit roynt at fáa sáttmála við kommununa, men til fánýtis. Tí er bikarið nú flotið yvir og vit eru farnar í verkfall. Dagrøktarmammurnar í Kollafirði fáa 2.588 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið. Men ein triðingur av tí eru til útreiðslur, sum standast av at hava børn í dagrøkt, eitt nú til mjólk, mat og til útreiðslur, sum standast av at røkja húsini, tí tey slítast illa av at hava børn í dagrøkt. Sostatt er sjálv lønin bara góðar 1.720 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið. Og arbeiðsdagurin er 10 tímar og 15 minuttir. Miriann Dam sigur, at kommunan hevur bjóðað dagrøktarmammunum tað sama, sum tey fáa í Havnini. Tvs, at tær skulu fáa 3.400 krónur um mánaðin fyri tey smærru børnini ímillum 0 og trý ár og 2.700 krónur fyri tey størru børnini yvir trý ár. Grundin fyri at gjaldið í Havnini er minni fyri tey størru børnini er, at býráðið vil heldur eggja foreldrunum til at koyra børnini í barnagarð. Tað skal eisini vera minni stríð av at hava eitt størri barn í dagrøkt enn eitt minni. Men í Kollafirði er ongin barnagarður. Og tey, sum siga, at tað er minni stríð av einum størri barni enn av einum minni, kunnu ikki vera fólk, sum eiga børn. Tí vilja vit hava tað sama í løn fyri øll børnini og tað skal vera góðar 3.000 krónur um mánaðin fyri barnið, sum er miðalgjaldið fyri eitt barn í Havnini. Men hesum kravi hevur Kommunan blankt víst aftur. Og í løtuni veit ongin,. hvussu tað slepst víðari Nú verður aftur arbeiði á tí stóra flakavirkinum í Vági Eydnast tað ikki at leiga gamla Polarfrost út, fer Fiskavirking sjálv undir onkra framleiðslu á tí stóra flakavirkinum í Vági Nú verður eitt stórt arbeiðspláss afturat skapt í Vági. Tí nú er greitt, at tað stóra flakavirkið í V`agi skal latast uppaftur. Hetta er niðurstøðan av einum fundi í farnu viku ímillum Vágs Býráð og Føroya Fiskavirking. Vágs Býráð hevði annars gjørt av, at bleiv arbeiði ikki aftur á tí stóra flakavirkinum í Vági, varð sáttmálin við Fiskavirking sagdur upp og so noyddust Fiskavirking at taka flakavirkið niður. Vágs Býráð vildi ikki longur hava tað stóra stykkið, sum virkið stendur á, liggjandi til onga nyttu longur. Áhugi var fyri tí 6.000 fermetra stóra stykkinum, sum flakavirkið stendur á. Og fyrr í summar gj'rdi býráðið av, at megnaði Fiskavirking ikki at seta virkið ígongd aftur, og eydnaðist tað ikki at leiga tað út, vildi býráðið hava virkið burturbeint, so at onkur annar kundi fáa nyttu av stykkinum. Fyrireikingarnar til at siga sáttmálan upp vóru longu so smátt byrjaðar, men áðrenn endalig stig vórðu tikin, skuldi fundur vera ímillum Fiskavirking og Vágs Býráð um málið. Hesin fundurin var í farnu viku, og bæði Meinhard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking og Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, eru samdir um, at hetta var ein góður fundur. Niðurstøðan av fundinum er, at flakavirkið verður undir øllum umstøðum latið uppaftur einaferð í næstum. Tað gjørdi fiskavirking greitt á fundinum. Stjórin á Fiskavirking sigur, at samráðingar eru við áhugaðar um at leiga virkið. Men spyrst onki burturúr teimum samráðingunum, fer Fiskavirking sjálv undir onkra framleiðslu á virkinum. Virkið í Vági hevur staðið stilt í fleiri ár nú, so tað krevur ymsar ábøtur. Eitt nú lekur takið og tað skal nú gerast, umframt at aðrar umvælingar eru neyðugar. Annars er virkið í hampiliga góðum standi innan. Men tað er so mikið stórt, at talan verður altíð um umvælingar, sum kosta eitt sindur. Meinhard Jacobsen sigur, at ætlanin er at fara undir umvælingarnar í ár. So fáa vit at síggja, hvussu leikur fer, sigur hann. Hann vil tí ikki siga, nær virkið verður latið uppaftur. Vit samráðast um at leiga virkið og tær samráðingarnar mugu ganga sína gongd. Men spyrst onki burturúr teimum, ætla vit sjálvir at fara undir onkra framleiðslu, men akkurát nær tað verður, er ringt at siga. Tað tykist tó vera greitt, at tað verður í eini ikki alt ov fjarðari framtíð, at arbeiði verður aftur á virkinum. Men virkið í Vági er so stórt, at tað er ikki bara sum at siga tað, at fara undir nakað virksemi har. Stjórin á Fiskavirking vil heldur ikki siga, hvørja framleiðslu, hann hugsar um at fara undir í Vági. Men hann sigur, at Fiskavirking hevur nógv fleiri møguleikar nú, enn hon hevur havt, tí hon er betri fyri fíggjarliga, enn hon hevur verið. Vit eru ikki longur ein fyritøka sum ekur á knøunum fíggjarliga, og tað gevur okkum vissar møguleikar, sum vit ikki hava havt, sigur hann. Í øllum førum greitt, at talan skal vera um eina framleiðslu, sum kastar nakað av sær, tí Fiskvirking fer ikki í holt við eitt undirskotsvirki. Stjórin leggur eisini afturat, at virkið í Vági er so stórt, at skal nakað virksemið vera í tí yvirhøvur, verður tað altíð talan um nógv virksemi fyri at tað skal bera seg. MYNDATEKEKSTUR: Nú verður tað kanska aftur sum í gomlum døgum í Vági. Eftir at hava ligið stilt í fleiri ár, er nú tann dagur farin at nærkast, har tað aftur verður arbeiði á gamla Polarfrost í Vági. Her er tað gamli vágstrolarin Brimborg, sum liggur við bryggju. 14. september Í dag eru 54 ár síðani, at ein demokratiskur meiriluti av Føroya fólki samtykti, at land okkara frá hægstu fjallatindum til ytstu havmið skuldi gerast eitt sjálvstøðugt ríki, sum skuldi luttaka í altjóða samstarvi við onnur ríki í tann mun, sum tað kundi gagna tjóð okkara. Síðani hava vit mangan á hesum degi havt samkomur, har vit hava minst til henda varða í søgu okkara. Men í dag verður lítið gjørt burtur úr. Orsøkin til hetta er tann einfalda, at hvørt er til sína tíð. Ein er tíðin til at minnast gomul brøgd, ein onnur er at fremja nýggj. Tað sum vit samtyktu í 1946 verður nú sett í verk. Tað sum hent er, er tað einfalda, at eftir okkara fólkaatkvøðu í 1946 kom ein sendinevnd við teimum fremstu donsku politikarunum til Føroyar við ferðamannaskipinum Hroar. Teir høvdu fundi við føroysku politikararnar, og teir góvu teimum tað lyfti, at vit skuldu fáa allan tann studning sum vit skoyttu um, um so var, at vit ikki settu fólkaatkvøðuna í verk. Hesum trúðu nóg nógvir føroyskir politikarar, og tí løgdu teir fólkaatkvøðuna á ís og royndu at samstarva við donsku stjórnina. Tað sum síðani er hent vita vit øll. Tá vit í 1992 veruliga komu í trupulleikar og høvdu brúk fyri hjálp, tá kom eingin hjálp frá Danmark. Tá róku teir donsku politikarnir spott á okkara samráðingarmenn og beittu donsku fjølmiðlarnar efir teimum. Vit vóru lýstir sum nakrir ræðuligir nassarar, tá okkara politikarar púra einfalt vildu hava danir til at halda tað, teir høvdu lovað okkum. Tað er greitt, at eitt slíkt lyftisbrot fær sínar avleiðingar. Í Føroyum hendi tað, at tann 30. apríl 1998 atkvøddi ein stórur meiriluti av løgtingsveljarunum fyri flokkum, sum vildu seta í verk eina skipan av sama slag sum ta, Ísland fekk við Danmark í 1918. 1. desember 1918 gjørdist Ísland eitt sjálvstøðugt ríki, sum kundi reka sín egna uttanríkispolitikk. Eina slíka skipan er tað, sum vit nú fara at fáa okkum, og tí bendir alt á, at næsti 14. september verður hildin í einum frælsum Føroyum, sum hevur sett fólksins vilja í verk. Zakarias Wang ODDAGREIN: Ein provokatión móti føroyingum og skynsemi SEINASTA brævið frá løgmanni til forsætisráðharran um komandi samráðingarumfar vísir greitt, at landsstýrið - ella løgmaður - vil hava samráðingarnar lidnar. Í øllum førum eftir verandi leisti. Harafturat kann brævið lesast sum ein provokatión, tí samráðingarnar verða í Keypmannahavn og ikki í Føroyum, sum stjórnin skal hava lovað, tá partarnir samráddust seinast. ENN hava vit ikki hoyrt, hvat danska stjórnin sigur til, at landsstýrið ikki vil samráðsat um eina búskaparliga skiftistíð, tí hesa skiftistíð ætlar landsstýrið at klára uttan danska luttøku. Heldur ikki hava vit hoyrt, hvat stjórnin sigur til, at trý øki skulu samráðast upp á pláss undan samráðingunum tann 26. oktober. Hesum skulu embætismenn og ráðharrarnir á hesum økjum standa fyri. Men neyvan fer stjórnin glaðbeint at góðtaka hetta útspæl løgmans. TAÐ kann tykjast, at landsstýrið provokerar donsku stjórnina við hesum uppskotinum um samráðingargongd. Men í øllum førum provokerar landsstýrið okkara fólkavalda ting. Avtalað er, at uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum skal hava allar týðandi upplýsingar um samráðingarnar og tilgongdina í fullveldisætlanini. Okkum er upplýst, at uttanlandsnevndin er ikki kunnað um seinasta brævið frá landsstýrinum til stjórnina. Heldur ikki er uttanlandsnevndin kunnað um nógv umrøddu brøvini til ST og NATO, sum landsstýrið kortini roynir at tileinkisgera. Framferðin í hesum trimum førum bøtir ikki um umdømi landsstýrisins, sum frammanundan ikki er serliga gott. Sambært seinastu veljarakanningini hevur landsstýrið ikki meirilutan aftan fyri seg í Løgtinginum. Heldur ikki fær landsstýrið meiriluta fyri fullveldisætlanini. AT løgmaður ger støðuna upp er skilligt. Hann og tegnar hans kunnu ikki eina fjórðu ferð koma frá samráðingum sum av torvheiðum. Nú má eitt veruligt frambrot henda, um haldast skal fram eftir tí løgdu kósini. Men spurningurin er, um landsstýrið ikki hevur gjørt støðu sína verri við hesum seinasta brævinum, og við ætlanini at halda skiftistíðina uttan fyri samráðingarnar. TAÐ undrar óivað bæði stjórn og føroyingar sum heild, at landsstýrið skal sjálvt klára skiftistíðina, tí hon hevur verið og fer at verða størsti spurningurin. Ein føroyskur búskapargrunnur fer ikki - hóast nógv fløðir í landskassan - at fáa eina slíka stødd, sum er neyðug, um hann skal vera búskaparliga bolverkið og gjalda hallið í landskassaroknskapinum, tá tann fýra ára langa skiftistíðin er farin afturum. Brævið og ætlan landsstýrisins tykist tí at vera ein provokatión móti føroyingum og vanligum skynsemi. Dygdin er lækkað síðani í fjør Eg ætli mær ikki, at eitt vánaligt ár skal oyðileggja tey góðu, sum eg havi havt í Føroyum, og eitt er so púra vist. Sjálvur havi eg lært nógv meira hetta eina árið, enn hini tilsamans, og eg eri sannførdur um, at eg fari styrktur undir arbeiði mítt komandi ár, sigur Tomislav Sivic Størsta vónbrotið í fótbóltslandskappingini 2000 hevur uttan iva verið KÍ. Undan kappingarárinum tóktist ikki vera nakar ivi um, at verandi føroyameistararnir fóru at skúgva alla mótstøðu til viks. Mann fyri mann tóktist liðið at vera nógv tað sterkasta í landinum, og við einum sigursvandum venjara við róðrið, skuldu verið góð útlit fyri, at gullmerkini aftur í ár fóru til Klaksvíkar. Fleiri orsøkir Nú kappingarárið av álvara er farið at halla, er støðan tó ein heilt onnur. Ivaleyst eru fleiri orsøkir til væntandi úrslitini, og í royndunum at fáa greiðu á hesum, hava vit spurt venjaran hjá KÍ, Tomislav Sivic, hvørjar orsøkir hann heldur hava vigað mest í so máta. Lat meg fyrst og fremst siga, at tað eru fleiri orsøkir til, at áriði hevur hilnast somikið illa fyri okkara viðkomandi. Fyrst og fremst tykist tað mær, at føroyski mentaliteturin hevur nógv at siga í so máta. Vit hava sæð tað við føroyameistarunum seinnu árini, har hvørki B36, HB ella KÍ hava megna at hildi sama støði, árið eftir at tey hava vunnið meistaraheitið. Heldur ikki hava vit havt tað hepnið, sum skal til fyri at vera oddalið. Hóast vit ikki áttu tað uppiborið, taptu vit teir báðar fyrstu dystirnar, so longu tá byrjaði tað at ganga skeiva vegin hjá okkum. Harumframt hava vit eisini mist leikarar í árinum, og eitt nú eru leikarar sum Kristian á Lakjuni og John Ryan givnir av ávum, sum ikki hava nakað at gera við tað, sum fyriferst á vøllinum. Omaná alt hetta, men kanska samanhangandi við tí fyrstnevnda, vil eg siga, at leikararnir á liðnum ikki hava verið nóg disciplineraðir. Hetta má eg so eisini taka mín part av ábyrgdini fyri, tí eg havi kanska lagt í so nógva ábyrgd á leikarar, sum ikki hava megnað at borið hana. Tungt at taka arvin yvir Nógv hava eisini sett fram spurningin, um ikki missurin av Kurt Mørkøre hevur verið ov stórur? Eg veit ikki um man kann siga, at missurin av Kurt hevur verið ov stórur. Liðnum hevur tó væntað ein rættuliga leiðara í ár, og so hava vit heldur ikki havt málskjúttan, sum kann avgera dystirnar. Hesar eginleikar hevði Kurt, og í so máta er tað rætt at vit sakna hann. Hóast alt omanfyrinevnda kann tykjast heldur keðiligt, so vil eg eisini leggja dent á, at tað so sanniliga eisini hava verið positivar upplivingar við KÍ hetta kappingarárið. Vit spældu væl í Europa-Cup, og serliga seinni dysturin móti Reyðu Stjørnu var sera góður frá okkara síðu. Minnast skal eisini til, at talan helst er um sterkasta lið, sum hevur spælt móti føroyskum felag í Europa-Cup høpi, so vit høvdu avgjørt orsøk til at vera stoltir av okkara avriki í hesum dysti. Eisini haldi eg, at tað í nógvum dystum hevur eydnast okkum at spælt vakran fótbólt, og hjá nógv meta okkum sum tað liðið, sum hevur spælt mest undirhaldandi av øllum. Hesum havi eg altíð lagt meg eftir, og í so máta hevur gingist væl hetta árið. Eitt annað, sum kanska ikki so nógv hugsa um, men sum eisini hevur havt sína ávirkan, er, at tað var sera tungt at taka yvir eftir Tony Paris. Serliga í byrjanini varð eg alla tíðina samanborin við hann, og tað haldi eg ikki vera rættvíst, tí vit eru ikki sami persónar. Ikki tí, eg havi alla virðing fyri teimum úrslitum, sum Tony Paris hevur rokkið, men eg haldi tað ikki vera >>fair<< at skula samanberast við hann alla tíðina. Nakað sum onkur av fjølmiðlunum gjørdi nógv burturúr. Fullan stuðul Hóast KÍ venjarin sjálvur dugur at síggja fleiri positivar lutir í tíðarskeiðinum í Klaksvík higartil, so skerst ikki burtur, at úrslitaliga er hetta lakasta ár hansara yvirhøvur í føroyskum fótbólti. Spurdur um hetta ásannar hann, at tað er so, og sjálvsagt sigur hann seg eisini vera vónbrotnan av hesum. Eg eri tó ikki typan, sum bara gevur upp uttan víðari, og eg ætli mær framhaldandi at virka fyri, at úrslitini gerast betri. Eg veit væl, at summi fólk fegin høvdu sæð onkran annan í venjarasessinum, men so leingi eg eri í starvinum, ætli eg mær at gera eitt gott arbeiði. Eg vil í hesum føri nevna, at leiðslan í KÍ alla tíðina hevur stuðlað mær í einum og øllum, og hetta havi eg verið sera fegin um. Hetta er í hvussu so er nakað, sum eg ikki hava upplivað sum venjari hini árini, eg havi verið í Føroyum. Eg ætli mær heldur ikki, at eitt vánaligt ár skal oyðileggja tey góðu, sum eg havi havt í Føroyum, og eitt er so púra vist. Sjálvur havi eg lært nógv meira hetta eina árið, enn hini tilsamans, og eg eri sannførdur um, at eg fari styrktur undir arbeiði mítt komandi ár. Menningin steðgað Fleiri ferðir í ár hevur verið ført fram, at føroyska landskappingin ikki er eins sterk, og hon hevur verið undanfarin ár. Fleiri spælarar eru farnir uttanlands at spæla, og hetta hevur gingið út yvir dygdina. KÍ venjarin er als ikki ósamdur í hesum, og vísir á fleiri lutir, sum eru orsøk til hetta. Fyrst og fremst sær tað út til, at føroyingar eru vorðnir eitt sindur troyttir. Leikarar og venjarar hava lagt sera nógv fyri seinnu árini, og hóast teir nú eisini í ávísan mun fáa løn fyri hetta, so haldi eg, at feløgini mugu gera upp við seg sjálvan, hvat tað er, sum tey í veruleikanum ætla. Eitt ættarliðsskifti stendur fyri framman, tí fleiri royndir leikarar eru ikki longur at finna í kappingini, men verður rætt borið at, er einki at vera bangin um í so máta. Eitt nú er U-18 árgangurin hjá Føroyum óvanliga evnaríkur, og dugi væl at ímynda mær, at einir fýra ella fimm av hesum kunnu koma heilt langt við fótbóltsevnum sínum. Eitt annað, sum hevur viðført eina lækkandi dygd, er, at fleiri av teimum útlendsku leikarum, sum seinastu tíðina eru komnir higar, ikki hava verið nóg góðir. Eftri mínari fatan skal ein útlendskur leikari verða ein greiður styrkur fyri lið sítt. Hann skal stýra viðleikarum, biðja um bóltin, og vera við til at avgera dystirnar. Hesir leikarar hava verið sera sjáldsamir í ár, og eitt nú hava vit sjálvir kent sviðan av hesum. Eisini á hesum øki mugu feløgini gera sær greitt, hvat tey vilja, tí aloftast er tað soleiðis, at leikaradygd og prísurin fyri leikaran eru nær tengd at hvørjum øðrum. Samanumtikið hevur alt hetta viðført, at dygdin í føroysku kappingini er lækkað í mun til undanfarin ár, og hetta haldi eg eri galdandi á øllum økjum. Fyri liðini, einstøku leikararnar og eisini fyri dómararnar. Tíðin í B36 Er tíðin higartil í Klaksvík tann lakasta, tá mált verður í úrslitum, vóru tey trý árini í B36 hinvegin bestu árini hjá Jugoslavanum. Eitt gullmerki í fyrsta árinum, umframt heiðursmerki tey bæði næstu árini vóru úrslitið av hesum, og mong vóru av teirri fatan, at árstalsfelagið í hesum tíðarskeiði spældi besta fótbóltin í landinum. Samstarvið endaði tó heldur keðiligt, og tað var ikki nakar skilnaður í sátt og semju, tá partarnir í fjør heyst fóru hvør til sítt. Tomislav heldur sjál Lat meg fyrst og fremst siga, at eg eri ógvuliga stoltur av teimum árunum, sum eg var í B36. Vit vunnu meistaraheitið fyri fyrstu ferð í 35 ár, og áttu umboð í Europa á hvørjum ári, og úrslitaliga er tað langt síðani, at B36 hevur staðið seg somikið væl. Tað, sum harmar meg, er at tey, sum stýra felagnum, takka fyri hetta við at hála meg í rættin. Tað má so vera teirra stílur, og annars ætli eg mær ikki at gera nakra viðmerking um hetta. Verður hugt eftir, hvat er hent í felagnum í ár, so haldi eg hetta vera púra ørt. At senda venjara og spælarar heim fýra umfør fyri kappingarárslok, tykist í mínum hugaheimi fullkomuliga við síðuna av. Serliga tá felagið eftir mínari fatan hevur fingið so góð úrslit, sum teir á nakran hátt kundu droymt um. Tú skalt minnast til, at so at siga eitt heilt lið er skift út, og tú kanst ikki lasta venjaranum fyri, at hann ikki fær bygt eitt nýtt lið upp eftir einum ári. Eg vóni bara, at viðhaldsfólkini hjá felagnum fyrr ella seinni vakna, soleiðis at tey seta spurning við, hvat hasir menninir gera í felagnum. Tað er tó ikki bara av tí ringa. Tað, sum teir hava gjørt. Teir hava millum annað eisini bygt eitt flott hús við góðum skiftingarrúmum. Framtíðin Tá tosið fellur inn á framtíðina í KÍ, og í venjarayrkinum yvirhøvur, er Tomislav ikki í iva. Eg havi eitt ár eftir av sáttmálanum við KÍ, og hetta ætli eg mær eisini at halda. Eftir mótgongdina, sum eg havi havt í ár, haldi eg meg nú vera til reiðar at gerast meistari við liðnum. Serliga tí eg alla tíðina havi fingið fullan stuðul frá leiðsluni. Eftir hetta rokni eg ikki við, at verða verandi í Føroyum, tí eg havi eisini ætlanir um at koma víðari. Eg havi hægstu jugoslavisku venjaraútbúgvingina, og eg rokni ikki við, at tað verður trupult at fáa starv aðra staðni. Satt at siga, so hevði eg eitt tilboð úr Jugoslavia í vetur, men tá hevði eg longu bundi meg til KÍ. Tá tosið fellur inn á framtíðina hjá føroyskum fótbólti, er venjarin ikki heilt so avgjørdur. Føroyskur fótbóltur hevur upplivað eina sanna kollvelting seinnu árini. Fleiri útlendskir venjarar og spælarar eru komnir til landið, og pengar eru eisini komnir við í spælið. Framburðurin av hesum hevur eisini verið sjónligur, og ikki minst sæst hetta aftur í avrikunum, tá føroyskir leikarar royna seg uttanlands. Landsliðið stendur seg aloftast sera væl, og verður sæð burtur frá útidystinum hjá B36 í ár, so standa feløgini seg eisini sera væl í europeiskum høpi. Hetta er eisini nakað, sum verður bitið merki í uttan um okkum, og eitt nú vóru so at siga øll jugoslavisk bløð av týdningi til dystin, sum vit spældu móti Reyðu Stjørnu í Beograd. Skal menningin varðveitast, er tó alneyðugt, at størri dentur verður lagdur á ungdómsarbeiðið í feløgunum. Hetta er eitt øki, sum alt ov lítið verður gjørt við, og hóast nøkur feløg royna at gera eitt skipað arbeiði hesum viðvíkjandi. Heldur ikki dugi eg at skilja, at FSF ikki roynir at gera størri nýtslu av teimum útlendsku venjarum, sum eru í landinum. Eg hevði t.d. sjálvur vónað, at sloppið at vant onkran av yngru árgangunum, men eg dugi ikki at síggja, hvørji kriterium teir nýta, tá venjarar verða settir, so hetta havi eg nú uppgivið. Tað verður tó ikki við beiskleika, tá eg um eitt ár farið av landinum. Eg havi havt nøkur góð ár higartil í Føroyum, og tað góða fer helst altíð at standa framman fyri tað keðiliga, sum sjálvandi eisini er á skránni viðhvørt, sigur Tomislav Sivic at enda. Á flog við NATO Bakgrund: So leingi Føroyar eru í felagsskapi við Danmark, hava vit einki innlit og onga ávirkan á trygdarpolitikkin, sum verður førdur í Føroyum. Landsstýrið sær NATO sum einasta og besta samstarvsfelagan í verjumálum, um Føroyar fáa fullveldi, men Bretland er og verður trygdin hjá Føroyum John Johannessen Eyðun Klakstein Føroyar fáa ikki ávirkan og innlit í NATO og tess verjusamgongur, fyrr enn vit hava fingið fullveldi og eru vorðin limir í Partnership for Peace ella líknandi felagsskapi undir NATO. Hetta staðfestir løgmaður í sambandi við nógva kjakið, sum hevur tikið seg upp, síðani hernaðarliga støða Føroya kom á dagsskránna í sambandi við samráðingarnar við danir. Verða vit verðandi í hesi ríkisrættarligu støðuni, hava vit einki at siga í hernaðarmálum, somuleiðis sum vit ikki hava rætt at vita, hvat hernaðarligt virksemi fyriferst í Føroyum, sigur løgmaður. Anfinn Kallsberg vísir á, at Føroyar í ríkisfelagsskapinum eru limir í NATO, tí Danmark er limur. Føroyska fólkið hevur ikki møguleika at gera av, um tað ynskir hetta ella ikki. Løgtingið hevur fleiri ferðir seinastu 30 árini samtykt, at Føroyar skulu vera uttan fyri NATO. Men hendan avgerð er aldri tikin til eftirtektar, ger løgmaður greitt. Mugu taka støðu Fara Føroyar úr ríkisfelagsskapinum, noyðast føroyingar at taka støðu til, hvør verjupolitiska støðan skal vera. Hetta gjørdi landsstýrið sær greitt, áðrenn tað fór at samráðast við donsku stjórnina um føroyskt fullveldi. Umsitingin í landsstýrinum hevur í sambandi við samráðingarnar arbeitt við trygdarspurninginum, og eitt innanhýsis upprit um trygdarmál og føroyskt fullveldi er gjørt á uttanlandsdeildini hjá Løgmansskrivstovuni. Hetta upprit hevur Sosialurin fingið innlit í. Har verður gjørt greitt, hvørjar møguleikar Føroyar hava í verju- og trygdarmálum, um fullveldi verður veruleiki, og hvørjar treytirnar eru, um Føroyar halda fram í felagsskapi við Danmark. Niðurstøðan er, at vit hava lítlan møguleika at gerast fullgildugir limir í NATO - í øllum førum í nærmastu framtíð. Orsøkin til hetta er, at fullur limaskapur í NATO gevur Føroyum eins nógv vald og stórveldunum, tá avgerðir skulu takast. Við fullgildugum limaskapi kunnu Føroyar leggja veto móti týðandi avgerðum, NATO skal taka, og hetta fer NATO neyvan at lata Føroyum upp í hendi. Harafturat er einki fordømi um, at so lítil tjóð sum Føroyar er vorðin limur í NATO, og tí fer ein møguligur limaskapur hjá Føroyum at verða fyridømi. Hetta fer eisini at leingja um tíðina, áðrenn Føroyar kunnu sleppa uppí. Mest hóskandi loysnin Men hóast føroyingar fáa trupult við at sleppa upp í sjálvan NATO-felagsskapin næstu nógvu árini, eftir at fullveldi er veruleiki, eru aðrir kjansir. Tann mest upplagdi er Partnership for Peace, sum er ein felagsskapur undir NATO. Professor Michael Clarke, sum starvast á Centre for Defence Studies í London, hevur í einum uppriti, sum hann í trúnaði hevur skrivað til føroyska landsstýrið, mett um møguleikarnar hjá Føroyum í verjusamanhangi. Hetta uppritið hevur aðalskrivarin í NATO parlamentinum lisið og viðmælt. Sosialurin hevur fingið hendur á hesum skjali. Michael Clarke heldur, at júst Partnership for Peace passar sera væl til føroyska tørvin, tí í felagsskapinum eru ymsir møguleikar fyri hernaðarligum og politiskum samstarvi. Hann heldur, at einar sjálvstøðugar Føroyar høvdu uppfylt treytirnar fyri at sleppa við í hendan felagsskapin, og tað bara hevði snúð seg um mánaðir, áðrenn Føroyar høvdu fingið limaskap. Gerast Føroyar limir í hesum verjufelagsskapi, er neyðugt, at vit eisini lata nakað til felagsskapin. Vit fáa fullveldi frá dønum - eisini tá tað kemur til at fáa innlit og ávirkan. Men samstundis verða vit eisini noydd at geva eitt sindur. Hetta merkir, at Vaktar- & Bjargingartænastan, bjargingarfeløg, løgregla, sjúkrahús og aðrir felagsskapir eru við í arbeiðinum hjá verjufelagsskapinum. Føroyar skulu sjálvsagt taka lut í slíkum arbeiði, og hetta er longu nakað, vit gera, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Til spurningin, um vit eru noydd at lata frá okkum sjó- og landøki til NATO, vísir løgmaður á, at tað eru vit longu noydd til, men hava onga ávirkan á tað. Fáa vit fullveldi, fáa vit eisini ávirkan, heldur Anfinn Kallsberg. Mugu útbúgva fólk Føroyar skulu uppfylla ávís krøv, gerast vit limir í Partnership for Peace og skulu samstarva um millum annað verju og bjarging. Hetta staðfestir landsstýrið eisini í innanhýsis arbeiðsskjali sínum. Millum annað verður víst á, at tað kann vera ynskiligt, at einstakir yvirmenn í føroysku trygdar- og verjuskipanini fáa ávísa hernaðarliga útbúgving. Útbúgvingina ber til at gera avtalu um at fáa í onkrum av grannalondunum. Landsstýrið vísir í hesum sambandi á, at Ísland hevur avtalu við Noreg um sjóverjuútbúgving av yvirmonnum til íslendsku verjuskipini. Í uppritinum, sum Michael Clarke, professari, hevur gjørt, vísir hann á, at tað er neyðugt, at umleið 100 fólk fáa hernaðarliga útbúgving, fyri at tað skal bera til at reka eina hóskandi og væl virkandi tilbúgving. Somuleiðis vísir Michael Clark á, at tað kann gerast neyðugt at menna føroysku løgregluna, um møguleiki er fyri, at fullveldis Føroyar kunnu verða nýttar ólóliga í sambandi umskiping og annað líkandi. Ósagda váttanin Hóast landsstýrið vil hava formelt samstarv um verjupolitikkin, og allir møguleikar fyri slíkum eru og verða kannaðir, standa Føroyar ikki á berum, fyri tað um einki samstarv fæst um verjuna. Í innanhýsis uppritinum hjá Løgmansskrivstovnuni verður staðfest, at hvønn Føroyar enn fara at samstarva við um verju- og trygdarmál, verður tað bretska sjóverjan, sum hevur skyldu at verja Føroyar. Føroyar liggja í tí, sum verður roknað sum bretskt umráði, og tí hevur landafrøðin meira at siga, enn hvat politiski veruleikin nú einaferð er. Tískil er altíð eitt slag av ósagdari trygdarváttan til staðar, og hetta eiga føroyskir myndugleikar at verða greiðir um, tá ið mett verður um trygdarvandan, stendur at lesa í uppritinum. Undir seinna heimsbardaga vóru tað júst bretar, sum komu til Føroya fyri at verja umráðið ímóti týskarum, og soleiðis verður eisini framyvir. Føroyar liggja so nær Bretlandi, at tað í eini krígsstøðu verður okkara grannaland fyri sunnan, sum skal verja okkum. Í uppritinum sæst aftur, at landsstýrið hevur stórt álit á bretum. Teir verða mettir sum ein møguleiki at gera verjusamstarv við, og um Føroyar høvdu gjørt samstarv við Bretland, heldur landsstýrið, at tað hevði verið møguleiki fyri, at bretar fóru at lata føroyingar reka Mjørkadalsstøðina. Greiðar útmeldingar Landsstýrið ásannar eisini, at tað er neyðugt, at landsstýrið meldar greitt út, hvat landsstýrið vil viðvíkjandi trygdarmálum. Víst verður á, at ein greið útmelding frá landsstýrinum kann vera, at landsstýrið umhugsar at søkja um NATO limaskap beint, sum føroyskt fullveldi er staðfest, og at fyrsta stig í hesum er, at Føroyar verða limir í Partnership for Peace. Hetta eru kollveltandi útmeldingar samanborið við støðuna, føroyskir myndugleikar síðani seinna heimsbardaga hava havt til hernaðarmál. Løgtingið hevur fleiri ferðir samtykt, at Føroyar skulu halda seg uttan fyri alt hernaðarligt virksemi. Fyrsta samtyktin er frá 1940, tá løgtingið undir bretsku hersetingini samtykti at senda bretska hervaldinum skriv, har víst varð á, at Føroyar ynsktu at halda seg uttan fyri bardagan. Beint eftir seinna heimsbardaga í 1950 var løgtingið ímóti ætlanunum um, at heimaverja varð sett á stovn í Føroyum. Síðani kemur radarstøðin á Sornfelli, og í 1961 mótmælir løgtingið, at hermenn verða knýttir at Sornfelli og Loranstøðini á Eiði. Eisini mótmælir løgtingið, at hernaðarútgerð verður goymd á føroyskum land- ella sjóøki. Føroyar eru kortini limir í NATO, av tí at ríkismyndugleikin, Danmark, er limur. Trygd í sær sjálvum Í 1969 legði Karsten Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum fram uppskot fyri tingið um at fáa hetta broytt. Í uppskoti sínum mælti hann til, at >>álagt verður Føroya Landsstýri at krevja av ríkisstýrinum, at Føroyar frá 1970 at rokna ganga úr NATO felagsskapinum<< Uppskotið varð ikki samtykt, men beint í nevnd. Stórur meiriluti í nevndini kom við nýggjum uppskoti. Hetta uppskotið segði einki beinleiðis um NATO, men tað ynskti tó, at Føroyar vórða hildnar uttan fyri ósemjur landanna millum og hermálsligar samgongur. Somuleiðis mótmælti uppskotið, at hermenn vórðu knýttir at støðini á Sornfelli ella at Loranstøðini á Eiði. Harafturat skuldi krígsútgerð ikki goymast á føroyskum øki. Uppskotið varð samtykt við 15 atkvøðum móti ongari. Síðani eru ikki fleiri løgtingssamtyktir gjørdar móti hernaðarmálum. Men føroyingar hava dúgliga gingið skrúgongur og mótmælt øllum hernaðarligum virksemi í Føroyum. Nú stigið verður inn í 21. øld, og vesturheimurin er vorðin friðarligari, er mótstøðan móti hervaldi í Føroyum ikki tann sama, sum hon hevur verið, og orsøkin til, at landsstýrið nú er farið at melda so greitt út um støðu Føroya til verjupolitik er, at landsstýrið ásannar, at Føroyar hava stóran týdning verjupolitiskt. Landsstýrið metir tað vera eina trygd í sær sjálvum, bæði fyri Føroyar og fyri grannalondini, at Føroyar hevur eina greiða verjupolitiska støðu. Hendan støðan er, at Føroyar sum fullveldi á ein ella annan hátt skulu vera við í samstarvi innan fyri NATO felagsskapin. FAKTABOKS Verjuvalið Um Føroyar taka fullveldi ella gera nýggjan ríkisrættarligan sáttmála við Danmark, heldur landsstýrið, at møguleikarnir í trygdarpolitikkinum eru hesir: Føroyar gera semju við NATO um verju landsins - Partnership for Peace Føroyar gerast limur í NATO Sáttmálin við Danmark fevnir eisini um verjumál Føroyar gera verjusáttmála við Bretland Føroyar gera verjusáttmála við USA Møguleiki er bæði at verða við í einum felagsskapi og at gera eina verjuavtalu við einstakt land, sjálvt um seinni møguleikin ikki er væl dámdur. Eisini er gjørligt at samantvinna fleirtjóða og tvítjóða samstarv. Alt fær ein enda Í døgurðatímanum í gjár læs kvívikingurin Ivar Iversen tíðindini í útvarpinum. Hann hevði eisini 40 ára starvsdag og fer nú frá Jústinus Leivsson Eidesgaard Hann hevur brent eitt sindur hásu røddina so fast inn í tilvitskuna á føroyinginum, at hon er eins týðilig og røddin á okkara foreldrum. Fólk um miðjan aldur hava hoyrt hann so at siga hvønn dag í útvarpinum, alt tey kunnu minnast og Ívar er eins heimligur og húsfólk hjá nærum hvørjum mannsbarnið í Føroyum. Men alt fær jú ein enda og soleiðis er eisini hjá mær. At arbeiða í útvarpinum er vani og tað verður saknur hjá mær ikki at fara til arbeiðis. Eg við taka ein dag í senn og veit ikki rættuliga hvat eg skal fáa tíðina at ganga við, sigur Ívar Iversen. Ívar Iversen er ættaður í Kvívík, men hevur búð meginpartin av ævini í Havn. Sum ungur fór hann til skips og tók útbúgving sum fjarritari. Hann sigldi sum fjarritari í fleiri ár. Í útvarpinum hevur hann verið fastur upplesari og hann hevur eisini syrgt serstakliga fyri útlendskum tíðindum í mong ár. Ívar er málvinur sum fáur, og hann hevur verið góður í ráðum hjá mongum tíðindamanni. Onki er at ivast í, at Ívar fer at fáa tíðina at ganga. Hann hevur stóran áhuga fyri samfelagnum og dámar væl at vera upp í seyðahaldi og tá menn røða um mentan annars. Ívar er eisini musikalskur og spælir urgu í kirkjum, tá boð eru eftir honum. Gandar abstraktar myndir úr náttúruni Leygardagin letir upp framsýning í Listaskálanum við temperamálningum, glasmálningum og steinprentum,sum Tróndur Patursson úr Kirkjubø hevur málað og evnað til. Jústinus Leivsson Eidesgaard 56 ára gamli Tróndur Patursson man vera ein hin kendasti listamaður við eiga. Og Tróndur er sera kendur uttanfyri landoddarnar. Hann fær tey bestu ummælini í donskum og útlendskum bløðum. Fyrst og fremst eru tað verkini hjá Tróndi, sum fólk leggja merki til. Men Tróndur sjálvur hevur eina velduga útstráling og hann vísir seg neyvan á eini framsýning uttanfyri landoddarnar, uttan at myndamenn og tíðindamenn eru eftir honum og seta hann stórt upp í bløðunum. Tróndur er so deiliga erligur í síni myndatalu. Tað er einki at ivast í, at myndatilfarið er tikið beint úr gerandisdegi listamannsins. Sama ger um hann rekist á einum skirvisligum flaka úti á heimshøvunum, um hann hongur í berginum í Trøllhøvda ella um hann hvílir trygt í fanginum á konuni heima í Kirkjubø. Ella sum ein danskur blaðmaður skrivaði um Trónd einaferð: Játtanirnar til kirkjurnar viðgjørdar Nýggja próstadømisráðið er liðugt at viðgera fíggjarætlanirnar hjá teimum 60 kirkjunum í Føroyum. Í nøkrum førum var neyðugt at skerja Tað eru ikki longur einstaku kirkjuráðini, sum við lokala kirkjuskattinum gera av sínar egnu fíggjarkarmar. Nýggja kirkjulógin, sum kom í gildi 1. januar í ár, ásetir sama kirkjuskatt fyri alt landið. Síðani skulu einstaku kirkjuráðini gera eina fíggjarætlan, sum tey senda dómpróstaráðnum at góðkenna. Próstadømisráðið metir síðani út frá samlaðu puljuni av kirkjuskatti, sum kann vera í mesta lagi 0,3 prosent av samlaða landsskattinum, um kirkjurnar kunnu fáa tann pening, fíggjarætlanirnar hjá kirkjuráðunum krevja. Skert størru kirkjurnar Samlaða grundarlagið til fíggjarætlanirnar hjá kirkjunum er 13 milliónir krónur. Hetta skal býtast millum 60 kirkjur. Tí er neyðugt at skerja fíggjarætlanirnar hjá nøkrum av kirkjunum. Tilsamans hevur próstadømisráðið skert nakrar 100 túsund krónur av øllum fíggjarætlanunum tilsamans, og eru tað serliga tær størru kirkjurnar, ið eru skerdar. Men sambært dómpróstaráðnum fáa skerdu kirkjurnar kortini ikki trupulleikar av hesum. Ráðið hevur í ongum føri skert raksturin hjá nakrari kirkju, men í staðin íløgur, sum tola at bíða til næsta ár ella seinni, siga tey í dømpróstaráðnum. Kalla inn til samráð Próstadømisráðið kallar í hesum døgum tey kirkjuráð, ið hava fingið sínar fíggjarætlanir skerdar, inn til samráð. Á hesum fundum greiðir próstadømisráðið frá orsøkunum til skerjingarnar og útlitunum fyri, nær skerdu íløgurnar kunnu koma aftur á fíggjarætlanina. Av teimum 60 kirkjunum í Føroyum eru tríggjar, ið als ikki hava tørv á at fáa burturav samlaðu puljuni av kirkjuskatti. Her er talan um tríggjar av teimum smáu føroysku bygdakirkjunum. Í próstadømisráðnum sita Bjarni Bæk, dómpróstur, Hákun Dam úr Klaksvík, Gunvør Dam Jensen úr Kollafirði, Edvin Joensen úr Leirvík og Eyðbjørg Mortensen av Tvøroyri. Hetta eru limir, sum eru valdir av øllum kirkjuráðunum í landinum. Bjarni Bæk, dómpróstur, er formaður í próstadømisráðnum. Dómprósturin er sjálvsagdur limur í ráðnum, men hann er ikki sjálvskirvaður formaður. Aðalskrivarin góðkent uppritið Loyniliga uppritið, sum bretskur serfrøðingur skrivaði um verjupolitikkin hjá fullveldinum Føroyar, er góðkent og viðmælt av aðalskrivaranum í NATO parlamentinum John Johannessen Eyðun Klakstein NATO hevur bæði góðkent og viðmælt uppritið frá bretska professaranum, Michael Clarke, sum staðfestir, at Føroyar ikki tørva at hava her fyri at gerast limir í Partnership for Peace, sum er ein felagsskapur undir NATO. Tað er sjálvur aðalskrivarin í NATO parlamentinum, ið hevur viðmælt uppritið. Hetta staðfestir umsitingin í Tinganesi eftir at Sosialurin hevur biðið um at fáa nærri innlit í arbeiðið kring uppritið frá Michael Clarke, professara. Viðmælið styrkir um frágreiðingina frá Michael Clarke og staðfestir, at upplýsingarnar frá danska uttanríkisráðharranum til landsstýrið um, at Føroyar mugu hava vápnaða megi fyri at gerast limir, eru skeivar. Báðir teir føroysku fólkatingslimirnir, Óli Breckmann og Jóannes Eidesgaard, hava sett Niels Helveg Pedersen, uttanríkisráðharra, skrivligan fyrispurning um málið. Tað hevur ljóðað, at landsstýrið hevur fingið tríggjar frágreiðingar frá trimum ymiskum serfrøðingum um verjuna av fullveldinum Føroyar, men hetta avvísir uttanlandsdeildin hjá Løgmansskrivstovuni. Fáa fullan stuðul Dagrøktarmammurnar í Kollafirði fáa fullan stuðul frá starvsfeløgum sínum kring landið. Tað er úrslitið av einum fundi, sum Føroya Arbeiðarafelag kallaði allar dagrøktarmammur í landinum inn til mikukvøldið. Á fundinum, sum var í Kollafirði, møttu dagrøktarmammur úr teimum plássum í landinum, Føroya Arbeiðarafelag hevur lokalfeløg. Á fundinum varð ein yvirlýsing samtykt, har sagt verður, at dagrøktarmammurnar í Kollafirði fáa fullan stuðul í stríði teirra at fáa í lag sáttmála við Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag. Samstundis krevur fundurin, at kommurnar, har arbeiðsfólkið er skipað í lokalfelag hjá Føroya Arbeiðarafelag, virða rættin hjá dagrøktarmammunum at verða limir í lokalfelagnum á staðnum, og at kommunurnar gera sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag um lønar- og starvssetanartreytirnar hjá dagrøktarmammunum, stendur í yvirlýsingini, sum varð samtykt. Fundurin mótmælir eisini harðliga royndunum hjá einstøkum kommunum at skapa spjaðing í fakfelagsrørsluni við at royna at tvinga limir í lokalfeløgunum í FA at gerast limir í øðrum fakfelag. Tað skuldi verið ein menniskjarættur at dagrøktarmammurnar fáa skipaði lønar- og starvsviðurskifti, eins og allir aðriur starvsbólkar í landi okkara, stendur at enda í yvirlýsingini. Skúlin í Kollafirði stongdur Skúlin er ikki vaskaður í eina viku og hann er nú so skitin, at tað er óforsvarligt at halda fram við skúlagongdini Ósemjan ímillum dagrøktarmammurnar í Kollafirði og Kollafjarðar Kommunu er nú farin at merkjast av álvara. Í miðdegi í gjár kendi skúlaleiðarin í Kollafirði seg nevniliga noyddan til at steingja skúlan og at senda børnini til hús. Sostatt er ongin undirvísing í skúlanum fyribils. Somuleiðis er svimjihøllin stongd. Orsøkin til, at skúlin nú er stongdur, er, at øll arbeiðsfólk hjá Kollafjarðar Kommunu, sum eru limir í Føroya Arbeiðarafelag, eru farin í samhugaverkfall við dagrøktarmammurnar. Sostatt eru eisini vaskikonurnar í skúlanum og í svimjihøllini farnar í verkfall. Seinast, skúlin varð vaskaður, var seinasta hósdag. Sostatt er hann ikki vaskaður í eina viku, og nú er hann blivin so skitin, at tað er ikki forsvarligt at halda fram við skúlagongdini, sigur Karin Hammer, skúlaleiðari í Kollafirði við Internetsosialin. Hon sigur, at Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur gjørt eina reglugerð um, hvussu skúlar skulu vaskast. Eftir henni skulu wc, gólv, borð o.a. annað, vaskast hvønn dag. Men nú onki av hesum er vaskað í eina viku, og ongar ruskspannir eru tømdar, er tað ikki ráðiligt at halda fram við skúlagongdini longur, sigur skúlaleiðarin. Í skúlanum í Kollafirði hava tey ikki døgverðatíma, men tey hava ístaðin eina skipan, har børnini fáa mjólk á miðdegi. Men heldur ikki í samband við hetta er vaskað og tikið upp í eina viku, so tað ber ikki til at halda fram. Tí hevur skúlaleiðarin nú boðað Undirvísingar- og mentamálastýrinum frá, at tey noyðast at gevast við skúlagongdini, inntil viðurskiftini eru fingin í rættlag aftur. Karin Heinesen, at sum støðan er í løtuni, ber heldur ikki til at biðja onkran annan átaka sær vaskingina, tí so eru tey verkfalsbrótarar. Tí verður heldur ongin skúlagongd aftur, fyrrenn verkfallið er av. Í tí sambandinum kunnu vit skoyta uppí, at tað stendur í botni í trætuni ímillum dagrøktarmammurnar og Kollafjarðar Kommunu. Ómetaliga keðiligt Skúlaleiðarin í Kollafirði vil ikki á nakran hátt leggja seg út í verkfallið, tí tað hevur hon onki við at gera. Men hon ásannar, at hetta er ein ómetaliga keðilig støða hjá næmingunum, tí tey missa so nógva undirvísing Skúlabørnini vóru ikki í skúla í fleiri vikur í vár, tá ið lærararnir vóru í verkfalli. Skúlagongdin varð so tikin uppaftur, men tað var bara í nakrar fáar vikur, so var summarferia. Og nú eru vit akkurát byrjað aftur, so verður skúlin aftur stongdur. Tí vónar Karin Hammer, at viðurskiftini í Kollafirði fáast í rættlag aftur sum skjótast. Til Dan R. Petersen, løgtingsmann Ikki eru vápnini pen, sum tú og føroyska andstøðan nýta mótvegis politisku mótstøðumonnum tykkara. Í heila tikið, so eru argumentini hjá tykkum farin at útvatnast við lít - har er næstan einki salt eftir. Tá er meiri stílur yvir andstøðuni í danska tinginum. Í Sosialinum mikudagin brúkar tú sjey føroyskar hjartasjúklingar sum dømi um sambandsins herligheitir. Enn kann lívsneyðug hjálp fáast í Keypmannahavn, sigur tú. Ríkissjúkrahúsið eigur lívið í mongum føroyingi, tað er púra vist. Hóast danska sjúkrahúsverkið í síni heild verðurdømt bæði niður og norður av danskarum sjálvum, so er tað gott hjá okkum at søkja okkum serhjálp har, tá ið á stendur - og sjálvsagt aðrastaðni við. Tú fært tað kortini at síggja út, sum er henda hjálp ókeypis. Tað er hon jú sum kunnugt ikki. Vit gjalda har - sum í øðrum londum - fullan prís fyri ómakin. Eg fari at taka eitt fimm ára gamalt dømi: Ein av mínum nærmastu skuldi hava skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum í 1995. Eftir at allar kanningar vóru gjørdar, og alt var til reiðar, hendi kortini einki. Tá ið vit fóru at ótolnast, var svarið frá yvirsjúkrasystrini, at tey bíðaðu eftir pengunum úr Føroyum. Gjaldast skuldi frammanundan. Eg má siga, eg føldi meg illa. Vit bíðaðu í fimm langar dagar. Um eg nú hugsaði/argumenteraði sum Dan R. Petersen, so hevði eg spurt: hvør hevði í grundini valdið í Føroyum í 1995? Hetta kom mær kortini ikki til hugs, fyrrenn eg sá grein hansara í Sosialinum mikudagin. Oddvør Johansen Tórshavn ODDAGREIN: Vantandi samsvar VIT sóu fyrr í ár, hvussu Høgni Hoydal varaløgmaður skákaði sær undan í flóttafólkamálinum, tí vit føroyingar sambært honum ikki høvdu heimild til nakað sum helst í tí málinum. Nú síggja vit, at sami Høgni Hoydal stendur aftanfyri politiskt litað brøv til ST og saman við restina av samgonguni vil sleppa at tosa við NATO aðalskrivaran. EIN spyr seg næstan um vit hava loyst, nú heimildirnar sum Høgni Hoydal tilleggur okkum føroyingum eftir øllum at døma eru víðkaðar so radikalt uppá fáar mánaðar. Um so er, at himildirnar ikki eru víðkaðar síðani flóttarfólkamálið, so er væntandi samstar millum tað, ið Høgni Hoydal segði í samband við flóttafólkamálið og tað, ið samgongan nú ger. Við øðrum orðum líkist hettar politiskari opportunismu. UPPLÝSINGAR um ST viðtøkur o.s.fr. kann hvør heimsborgari fáa fatur í - eisini Føroya Landsstýri. At skriva til ST at danska stjórnin tykist ikki vísa veruligan vilja til at samráðast hóast landsstýrið var væl fyrireikað og hevur ein >>considerable<< meiriluta aftanfyri seg í Løgtinginum, kann ikki skiljast sum annað enn eitt politiskt bræv, ið ivaleyst ongantíð átti at verið sent. Fyri tað fyrsta er tað bert búskaparliga skiftistíðin, ið skilir partarnar, fyri tað næsta hevur tað víst eg, at Føroya Landsstýri ikki var so serstakliga væl fyrireikað til hesar samráðingarnar, sum teir sjálvir vilja vera við - ikki framúr lítillátið av umsitingini at skriva slíkt - og fyri tað triðja kann tað diskuteerast, um meirilutin í Løgtinginum er >>considerable<<, sum rættiliga tendensiøst verður sagt í brævinum. SPURNINGURIN er, um Føroya Landsstýri við sínum politiskt litaða brævi, ikki hevur givið eina mynd av føroyingum sum eina sjálvrættvísa og forkelaða tjóð. Fyri at seta tingini í perspektiv, so kann nevnast, at sjálvt fyriuttan blokkstuðul eru Føroyar ríkari enn á leið 90% av ST limalondunum. TAÐ tykist næstan sum um, at nú tá tað er greitt, at meirilutin av Føroya fólki ikki tekur undir við fullveldisætlanini hjá samgonguni, so roynir Landsstýrið at elva til rok millum Danmark og Føroyar sum seinast aútveg at fáa loysingina. Ella kanska er ætlanin at fáa valagn, nú samgonguskeiðið er meira enn hálvrunnið uttan stórvegis avrik. VÆNTANDI samsvar millum gerðir varaløgmans og seinastu tiltøkini hjá samgonguni, boða ikki frá góðum viðvíkjandi standinum í demokratiska samfelagnum Føroyum. Hví er løgtingsins uttanlandanevnd ikki fráboðað í ST málinum og ikki minst í NATO málinum? Formaðurin íuttanlandanevnd løgtingsins sigur, at ST málið varð viðgjørt á nevndarfundum í Keypmannahavn herfyri. Um so er, at málið er viðgjørt, so stendur tað ivaleyst væl og virðiliga lýst í fundarreferatum frá hesum fundum. TAÐ týdningarmesta í NATO málinum er ikki, um teir sleppa at tosa við NATO ella ikki. Vit, og óivað eisini løgtingslimir, kundu sera væl hugsað okkum at vitað, hvat Føroya Landsstýri ætlar at tosa við NATO um. Vónandi ganga teir ikki og fortelja, at vit fara at gerast fullveldi í næstu framtíð, tí tað er ivasamt, sum landið liggur, og mannminkandi er at fara afturumaftur. Til venjaran og 1. Deild kvinnur hjá KÍ Greinin í Norðlýsinum er ósonn Vit NSÍ-kvinnur og venjari mugu heldur taka til allar viðmerkingarnar, sum vit hava fingið síðani dysturin ímóti KÍ skuldi leikast. Alt byrjaði á Ólavsøku, tá ið tann fyrri dysturin skuldi leikast, tá ringdi venjarin hjá KÍ til venjaran hjá NSÍ og bað NSÍ útseta dystin, tí tær vóru á Ólavsøku. (Kelda : KÍ-spælari ) Hetta skulu vit í NSÍ svíða fyri, og tað er á sera lágum støði. So til tann seinna dystin, har ið NSÍ genturnar ikki fingu mannað lið. Klokkan 19.00 fríggjakvøldið fekk KÍ-venjarin "sum sat í NSÍ-hølinum " at vita at NSÍ ikki fekk mannað lið vegna skaða. Hann noktaði at útseta dystin, tískil var ringt til nevndina hjá KÍ, har vit fingu játta at útseta dystin. Klokkan 21.00 sama kvøldið fingu vit at vita frá KÍ-venjaranum, at tað var ongin møguleiki til tess. Vit góðtóku at útseta tann fyrra dystin við tí í hyggju at skapa ein góðan sportligan fótbóltsanda og tað kann koma fyri hjá øllum liðum at man ikki fær mannað lið, eisini KÍ. Hóast tað næstniðasta liði vinnur óvantað á steypavinnarunum 2000, so sømir tað seg ikki at koma við slíkum ákærum í fjølmiðlunum. Men man má siga at tá steypavinnarnir 2000 gera slíkt, so leggja tær støðið í fótbóltinum. Vit halda at um nakar skal fáa ákærur hesum máli viðvíkjandi, má tað verða KÍ venjarin, tí at hann visti av øllum frammanundan. Hervið takka vit fyri eitt "gott og sportligt kappingarár" og ynskja VB-kvinnunum hjartaliga tillukku við 6-0 sigrinum á KÍ fríggjakvøldið 08.09.00. Vegna NSÍ kvinnurnar Mortan Hansen venjari Hondbólturin aftur í gongd Sunnudagin skipar hondbóltsfelagið Kyndil fyri hondbóltskapping, har fýra tey fremstu liðini frá undanfarna kappingarári fara at royna styrki sína Hondbóltskappingin stendur sum kunnugt fyri framman, og sum vera man, royna liðini nú at pussa formin av, áðrenn stigini av álvara fara at telja. Ein trupulleiki hjá feløgunum hevur ofta verið, at ov fáir venjingardystir fáast í lag, og tí hevur við jøvnum millumbilum verið roynt at skipa fyri kappingum av ymsum slag. Sunnudagin stendur so ein av hesum fyri framman, tá Kyndil skipar fyri kapping, har fýra tey fremstu mansliðini frá undanfarna kappingarári taka lut. Umframt Kyndil, sum í fjør gjørdist nr.fýra, er talan um føroyameistararnir úr Neistanum og VÍF og StÍF, sum gjørdist ávíkavist nr. tvey og trý. Tveir dystir til hvønn Lagt verður fyri kl. 14.00, tá silvur- og bronsuvinnararnir spæla, og síðani verður hildið á út í eitt, til kappingin er liðug. Á leið kl. 15.15 spæla Neistin og Kyndil, og er tá funnið fram til, hvørji lið skulu spæla finaludystin. Áðrenn hesin verður leiktur, skal tó eisini dystast um triðja plássið. Sostatt verður talan um einar fimm tímar, har liðini bæði fáa tveir dystir á part. Umframt at vera ein kapping, har liðini fáa eitt sindur av dystarvenjing, fer kappingin allarhelst eisini at geva eina ábending um, hvussu væl ymsu liðini er fyri hetta kappingarárið. Eingin sensatión Men verandi meistararnir úr Madrid høvdu stórar trupulleikar og Rosenborg heldur fast um norðurlendsku oddastøðuna Hetta er í høvuðsheitum niðurstøðan eftir at fyrsta umfar í fyrra bólkaspælinum í meistarakappingini varð leikt. Serliga var tað dysturin millum Sportin Lissabon og Real Madrid, har eitt óvæntað úrslit lúrdi, eftir at Real í hálvleikinum var aftanfyri við tveimum málum. Tað eydnaðist tó meistarunum at koma aftur í aftur við hjálp av einum Carlos-frísparki og einum sjálvmáli. Rosenborg heldur fast Seinnu árini hevur norska Rosenborg verið nógv fremsta norðurlendska lið í europeiskum høpi, og hetta varð enn einaferð staðgfast. Rosenborg vann 3-1 á Paris St. Germain, tó at fraklendingarnir eitt skifti vóru á odda. Hitt norðurlendska liðið, Helsinborg úr Svøríki, mátt á heimavølli lúta 3-1 fyri Bayern München, sum annars telist millum favorittarnar at vinna kappingina. Annars er vert at leggja til merkis, at Juventus var í alstórum trupulleikum móti Hamburg, meðan Manchester United og Barcelona sýndu nærum ræðandi styrki. Niðanfyri eru prentað úrslitini av dystunum. Volvo V70 - ein luksus stationvognur Í februar høvdu vit eina grein um Volvo V70, ið skuldi koma á marknaðin í mars mánaða. Nú er bilurin komin higar til lands, og hann tekur seg væl út. Magnus Gunnarsson Rúmligir stationvognar Volvo stationvognarnir hava altíð verið rúmligir, brúkaravinarligir og nógv brúktir av fólki við egnum virki ella sum arbeiðsbilar hjá fyritøkum. Eyðkenni fyri hesar stóru stationvognar er, at rúmið innan, frá baksetrinum til baklúkuna, er stórt og arbeiðsligt. Hetta hevur verið galdandi líka frá Volvo PV til 144 og 240 seriuna. Gjøgnumførdur og rúmligur Volvo V70 er ein luksusbilur burturav, og føraraplássið er so gjøgnumført, sum man kann hugsa sær. Tað er ikki neyðugt at siga, at ein bilur í hesi støddini eisini er rúmligur innan og gott pláss er til beinini. Hóast V70 er bygdur yvir sama plattform sum Volvo S80, er hann ein 11 cm stytri bilur, ið ikki er bygdur yvir ein persónvogn, men er ein nýggjur stationvognur. Tryggur sum ein Volvo Hjá Volvo er trygd ikki tað sama sum at bilurin hevur so nógvar ymiskar trygdarskipanir sum møguligt. Ístaðin er tað heildin, sum telur - at trygdin er grundleggjandi innbygd í bilin. Vil man hava mest møguliga verju í bilin, skal tann aktiva og passiva trygdin arbeiða saman. V70 hevur eitt nú aktivar WHIPS nakkapútur og IC (Inflatable Curtin), sum verjir høvdið við ein síðusamanstoyt. Pakkar við eykaútgerð Volvo hava fleiri eykaútgerðspakkar at velja ímillum. Hesin, vit royndarkoyrdu, hevur hevur t.d. STC antispinn, automatiskt klimaanlegg, informatiónssentur, fartpilot, tokulyktir, leðursetur, leðurrætt, træpanelir og 16" felgur. Eisini kann bilurin leverast við setrum í viðførisrúminum, ið venda aftureftir, har pláss er til tvey børn. Tá setrini ikki eru í brúk, kunnu tey leggjast undir viðførirúmið. V70 fæst einans við fimm syl. bensin og dieselmotorum. Hesin er ein 2,4 litur við 5 syl. bensinmotori, 170 hk og automat gear. Volvo V70 Motorurin 2.4 litur 5 syl 170 hk 0-100 km/t 9,0 sek. Bensinnýtsla 11,3 km/l Dekkstødd 215/55-16 Stødd og vekt Longd 471,0 cm Breidd 180,4 cm Hædd 148,8 cm Eginvekt 1528 kg Totalvekt 2150 kg Prísur kr. 442.800,- Søluumboð P/F Brøður Petersen Bilar Hoyvíksvegur 61 FO-110 Tórshavn Tlf. 314360 Audi A4 Coupé í tveimum útgávum Magnus Gunnarsson Saman við menningini av nýggja Audi A4 verður arbeitt við tveimum coupé útgávum, har annað modellið verður uttan mittarstólpa millum hurðarnar. Fleiri bilverksmiðjur arbeiða við bilum uttan mittarstólpa, eitt nú Citroën C3 og ein Mazda Wankel sportsvognur. Tað at stólpin manglar, hevur volt til trupulleikar á teimum lógarkravdu stoyttestunum inn á síðuna, men tað letur til, at teir eru við at finna eina loysn, sum heldur. Tað er munandi lættari, tá man skal inn ella út úr einum coupé, at ongin mittarstólpi er. Væntandi koma A4 Coupé modellini á marknaðin í 2002, og seinni kemur ein cabriolet útgáva. Kelda FDM / Motor Aftur ein Astra - nú sum cabriolet Magnus Gunnarsson Tað er næstan ikki endi á hvussu, nógvum útgávum Opel Astra fæst í. Á bilaframsýningini í Paris í oktober verður ein Astra cabriolet at síggja. Bertone designarafyritøkan hevur teknað bilin og staðið fyri cabriolet teknikkinum, har stofftakið verður goymt undir einum dúki í sama liti sum bilurin. Kelda: FDM / Motor Smátíðindi Japanarar minst brek Ein týsk ADAC kanning av bilum millum 4 og 6 ár vísti, at dýrir bilar við nógvari elektroniskari útgerð ofta hava fleiri brek. Eisini at japanskir bilar við Toyota á odda høvdu minst brek. Kelda: Motor Magasinet Nýggjur Renault Trafic Á vørubilaframsýningini í Frankfurt nú í september verður ein Renault konseptbilur sýndur fram, ið skal avloysa núverandi Trafic í 2001. Kelda: Volvo Personvogne Danmark A/S Mitsubishi nýtt designprogramm Framkomna designprogrammið hjá Mitsubishi ger tað møguligt, at upp til 1500 designarar og verkfrøðingar kunnu arbeiða við einum bilmodelli, samstundis um tey sita í Japan, USA ella Australien. Kelda: Motor & Sport Bygt nýggjan skúla uttan almennan stuðul Tað var bæði hátíðar- og gerandisdámur á Velbastað leygardagin, tá nýggi skúlin og samkomið húsið varð tikið alment í nýtslu, og bygdaráðsformaðurin handaði nýggja skúlastjóranum lykilin til henda komandi undirvísingar og mentanarmiðdepilin í sóknini Leygardagurin 16. september 2000 kemur helst at standa sum ein minniligur og týðandi dagur - varði - í søguni hjá fólkinum í Kirkjubøar-Velbastaðar sókn. Henda dagin varð nevniliga nýggi skúlin í sóknini tikin alment í nýtslu. Tað er so avgjørt ikki nøkur gerandishending, at ein nýggjur skúli verður tikin í brúk her á landi. Í syndarligu kreppuárunum fyri meira enn 10 árum síðani varð gongdin júst hin øvugta. Tá fluttu so mangar familjur av landinum, at tað eisini fór at merkjast í skúlastovunum. Tað at ein nýggjur skúli nú verður tikin í brúk í eini sókn nærhendis Havnini eru væl eini týðandi tekin um, at tað grør um gangandi fót - at tað er við at gerast meira liviligt aftur í landinum. Tað vóru eisini tær betraðu tíðirnar, sum vórðu orsøkin til, at fólkið í Kirkjubø og á Velbastað tóku stig til at fáa sóknarbørnunum ein nýggjan, rúmligan og tíðarhóskandi skúla. Barnatalið veksur Á samkomu á skúlanum leygardagin segði bygdaráðsformaðurin, Annfinn Brekkstein, at kommunan gjørdi av at fara undir at byggja skúlan, tí at hon ásannaði, at barnatalið í kommununi er vaksið munandi og framvegis veksur. Seinast í 1997 varð gjørt av at fara undir at projektera og gera nýggja skúla. Vit standa so her í dag í einum nýggjum skúla og samkomuhúsi og eru vit sera stolt og errin av, at verkætlanin bleiv gjøgnumførd segði Annfinn Brekkstein, sum ásannaði, at hetta er fyrsti skúlin í Føroyum, sum er tikin í brúk í nýggju øldini. Í røðu síni fyri umleið 200 bygdarfólkum, børnum, ungum, tilkomnum og eldri og umboðum fyri ymsar stovnar og myndugleikar vísti bygdarráðsformaðurin á, at Kirkjubøar kommuna (sum fevnir um bygdirnar Kirkjubø og Velbastað, blaðm.) hevur tikið nógv tung tøk í 90-unum, tí hon hevur verið við til at gjalda í Kreppulánsgrunnin fyri harvið at hjálpa teimum ringast støddu kommununum. Og vit eru glað fyri, at vit kundu hjálpa fyri at fáa gongd á aftur samfelagið - og vit eru so sanniliga eisini glað fyri at verða fyrsta kommunan, sum byggir skúla, eftir at skipanin varð broytt og landið als ikki longur rindar til skúlabygging. Annfinn Brekkstein vísti á, at henda gongdin ber boð um, at fleiri og fleiri øki skulu leggjast út til kommunurnar at umsita og legði aftrat, at Kirkjubøar kommuna er ikki ímóti størri avgerðar- og ábyrgdarbýti. -Men skal tað gerast, so er samstundis neyðugt, at landið letur ein størri part av skattainntøkunum frá sær til kommunurnar, so tær megna at átaka sær tær uppgávur, sum landið áleggur teimum, fyri at sleppa undan, at tað, sum er bygt upp, syndrast. Hann segði víðari, at tað eru alt ov nógv dømi um ógreið viðurskifti, tá talan er um , hvat er ein lands- og hvat er ein kommunuuppgáva, og hvat landið stuðlar og ikki. Stuðul til Tórsvøll men ikki til skúla Hví er tað møguligt hjá landinum at lata 8 miljónir kr. í stuðuli til Tórsvøll, tá eingin stuðul verður latin til skúlabygging spurdi bygdaráðsformaðurin og helt fram: -Hetta sigi eg ikki fyri at øvunda Tórsvølli stuðulin. Men vit seta spurnartekin við lógarsmíðið, tá tað er møguligt at veita Tórsvølli stuðul, tá vit ikki kunnu fáa stuðul til skúlabygging. Vit meina, at tað ikki eigur at vera so, at ein fær stuðul til eitt mentunarøki, meðan ein annar einki fær til eitt annað mentunarøki. So hava vit fingið tað sagt segði ein rættiliga avgjørdur bygdarráðsformaður. Skúlin, sum nú stendur liðugur, hevur kostað bygdarfólkinum góðar 6,4 mill. kr. Tvs. at eingin almennur stuðul er latin til skúlan. Lagalig fígging er fingin úr Føroya Banka. Tað hevur leingi verið ov trongligt í gamla skúlanum í sóknini. Nú fáa næmingar og lærarar so góðar umstøður at virka undir. Umframt at brúka hølini til undirvísing er eisini ætlanin, at nýggi bygningurin skal hýsa samkomum og mentanarligum virksemi av ymsum slag. Ein kann siga, at hann er ein kombinatión av einum skúla, einum mentanarhúsi, einum samkomuhúsi og einum bygdahúsi. Sólarmagn, sum í langar tíðir, hevur verið karmurin um nógv av hesum virksemi, er vorðið ov lítið og ótíðarhóskandi. So umframt at fáa eina góðan skúla til at uppala og útbúgva komandi ættarlið í sóknini hevur alt bygdarfólkið, ið hevur stóran alsk til mentanarlig virði, fingið ein góðan karm at virka undir. Á samkomuni leygardagin, sum varð bæði hátíðarlig og gerandislig við væl nøgdum og glaðum fólkum vórðu umboð fyri landsstýrið, undirvísar- og mentamálastýrið, fyri Føroya Lærarafelag oo. Umframt Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann var eisini varaløgmaður til steðar. Sosialurin, sum var á staðnum, fer í mikudagsblaðnum at hava eina reportasju frá hesi frálíku og stak livandi løtu á Velbastað. Martin býr enn á gøtuni Seinastu mánaðarnar havi eg sovið einar 20 nætur úti. Almannastovan hevur bjóðað mær eina ókeypis yvirlivilsisdrakt, men eg vil heldur hava eitt kamar, og eg eigi fyri húsaleiguna. sigur Martin Eliassen Landnyrðingurin liggur so tráður yvir Havnina við regni, vindi og kulda mánamorgun og Martin Eliassen, 59 ára gamal, ættaður úr Klaksvík, er framvegis heimleysur í vælferðarsamfelagnum Føroyar ár 2000. Ein góður máni er farin síðan hann trein fram í Sosialinum og greiddi frá síni vána støðu, at hann ikki passaði inn í ta føroyska samfelagið. Hann er ikki nógv broyttur síðan tá, uttan at ein nýggj greflig skruða prýðir høgu pannuna. Eg var so óheppin eina náttina, eg svav úti, at eg datt av bonkinum, og pannan tók, sigur Artin og tekur um ennið. Hetta er av hundanum til, eg trúði ikki, at man kundi koma so illa fyri í Føroyum. Eg kenni meg sum ein útstoyttan, sum ongin vil hava nakað við at gera, sigur Martin Eliassen og er í døpurhuga. Eg leiti eftir einum kamari, allar helst í Klaksvík, men gongur hetta ikki, so í Havn ella onkra aðrastaðni. Eg havi pengar, eg kann rinda upp til 2000 krónur um mánaðin fyri eitt kamar.. Eg drekki næstan ikki fyri tíðina og ætli mær at vera friðaligur, gera lítið um meg. er tað ongin, sum vil hýsa mær, sigur Martin Eliassen, bønandi. Gjørdist landskendur Martin gjørdist landskendur,tá hann trein fram í Sosialinum herfyri. Men tað at gerast ein almennur persónur er bæði gott og ringt. Martin er í øllum førum enn heimleysur og hann hevur enn bara møtt levitum og prestum, ongum sameritanara. Fleiri hava sýnt mær samkenslu, men tað kemur ikki longur enn til føgur orð. Varandi hjálp havi eg ikki fingið. Onnur eru ógvuliga bevíst um mína støðu og vita akkurát hvussu eg skal gera. Tey fortelja mær inniliga, at eg sjálvur havi alla skuldina og biðja meg fara til arbeiðis aftur sum øll onnur í samfelagnum. Kanska hava tey rætt, men eg eri tíverri ikki førur fyri at arbeiða í løtuni, eg eri avlamin, sigur Martin Eliassen. Uppaftur onnur biðja meg gera sjálvmorð, men tað havi eg nú ikki ætlanir um í løtuni, sigur Martin Eliassen Í Sosialinum kom eisini fram, at eg plagdi at sova á Skansanum. Men tað ber ikki til longur. Nú kemur politiið á hvørji nátt við hundum og rekur meg og onnur heimleys burtur av Skansanum. Gera vit mótstøðu, so enda vit á støðini og fáa bót dagin eftir. Vit eru heldur ikki so fá heimleys í Havnini. Eg kenni eini 50 fólk, sum javnan búgva úti Vónbrotin av heimbygdini Tað sum eg eri mest harmur um er viðferðin eg havi fingið av Klaksvíkar kommunu. Eg veit, at eg ikki eri nakað nemt menniskja, men at eg skal vera so ringur, at eg als ikki eru verdigur at búgva í Klaksvík, tað er ringt at svølgja. Eg haldi eisini tað tað er ein falitterklering av einum vælfarðarstaði sum Klaksvík, at teir ikki klára at finna eina loysn fyri øllum borgarum í kommununi. Vit eru fimm klaksvíkingar sum rekast í Havnini, tí sosialu myndugleikarnir í Klaksvík ikki megna sína uppgávu. vit eru allir tvungni rat vera í Havn, hóast vit ikki vilja tað, sigur Martin Eliassen. Lindin víðkar um sendiøkið Seinni í ár fer útvarpsrásin Lindin eisini at senda umvegis Brúnaskarð í Klaksvík Kristiliga útvarpsrásin, Lindin, hevur søkt Radioeftirlitið um at fáa ein frekvens afturat at senda á. Hetta hevur útvarpsrásin gjørt, tí hon ætlar at seta ein sendara upp á Brúnaskarði oman fyri Klaksvík seinni í ár. Vit hava spart pengar upp til keyp av einum nýggjum sendara, og so skjótt sum vit hava fingið ein frekvens frá Radioeftirlitinum verður sendarin bílagdur, sigur Preben Hansen, ein av høvuðsmonnunum aftanfyri Lindina. Neyðugt er at hava ein frekvens at senda á, tá sendarin verður bílagdur, tí hesin frekvensurin skal leggjast í sendaran, áðrenn hann kann latast. Lindin roknar við, at hon kann fáa svar frá Radioeftirlitinum eina ferð í næstu viku. Vit koma at bíða í umleið ein mánað eftir sendaranum, men vit ætla okkum at seta hann upp beinanvegin, tá vit hava fingið hann, sigur Preben Hansen. Lagt pengar til síðis Í løtuni sendir Lindin á 101 MHz, og rásin hoyrist í høvuðsstaðarøkinum og á Skálafjørðinum. Við nýggja sendaranum fer rásin at røkka enn fleiri fólkum, tí tá fáa millum annað klaksvíkinginar, fuglfirðingar, lorvíkingar og gøtufólk møguleikan at seta útvarpstólið á Lindina. Ætlanin hevur alla tíðina verið at røkka fleiri fólkum, og hóast vit ætlaðu, at tað skuldi ganga skjótari við hesum, fegnast vit um, at vit nú hava fingið møguleikan at keypa okkum ein nýggjan sendara, sigur Preben Hansen. Hann sigur, at Lindin hevur nógvar stuðlar, og at tað er gjøgnum hendan stuðul, at rásin hevur havt møguleikan at leggja pengar til síðis fyri at keypa ein sendara afturat. Vit hava eisini verið noydd at gera íløgur í útgerð fyri at fáa betri góðsku á sendingarnar, men nú hava vit tøkan pening til at keypa ein nýggjan sendara fyri, sigur Preben Hansen. Fleiri sendingar Lindin sendir ymiskt andaligt tilfar - tónleik, bønarløtur, barnasendingar og aðrar sendingar. Vit gera fleiri og fleiri sendingar og tónleikaparturin er minkaður nakað seinastu tíðina. Vit hava eisini fingið nógvar stuðlar, so arbeiðið við Lindin hevur ment seg soleiðis, sum vit vónaðu, at tað fór at gera, sigur Preben Hansen. Vit hava givið fólki møguleikan at ringja inn til okkara, um tað hava tørv á onkrum, og tað eru alsamt fleiri fólk, sum brúka hendan møguleikan, sigur hann. Lindin miðjar fram ímóti at hoyrast í Suðuroy, Sandoynni og Vágum eisini, men tær ætlaninar liggja longri frammi í tíðini. Fyrsta ítøkiliga æltanin er at fáa sendaran upp á Brúnaskarði.í næstum Lions lat tvær gávur Lion Club í Klaksvík markeraði byrjanina til eitt nýtt Lions ár við at lata tvær peningagávur til feløg í Klaksvík Á eini samkomu, sum var á matstovuni, Shaghai, í síðstu viku, lat Hákun Dam vegna Lions Club í Klaksvík Klaksvíkar Hornorkestri og Klaksvíkar Kappróðrarfelag hvør sín kekk. Lions Club í Klaksvík fer nú undir sítt virksemi aftur, og ymisk tiltøk verða í vetur. Millum annað hevur Lions Club fingið kendar persónar at mála málningar, sum skulu seljast á eini uppboðssølu seinni í ár. DR fylgt børnum í Klaksvík Fólk frá Danmarks Radio vóru í síðstu viku í Klaksvík og gjørdi sjóvarpsupptøkur Tað var barnasjónvarpið, Fjernsyn for dig, sum fylgdi nøkrum børnum úr Klaksvík í teirra gerandisdegi. Hugskotið er at vísa fyri donskum børnum, hvussu føroysk børn liva, og upptøkurnar vóru gjørdar bæði í Klaksvík, á floti og í haganum. Donsku sjónvarpsfólkini lata væl at myndunum, og tey rokna við at fáa nøkur góð innsløg burturúr. Ætlanin er, at myndir úr Føroyum vera at síggja á DR1 eina ferð í vár, og sendingin, sum tær skulu brúkast í, er á skránni hvønn týsdag klokkan 17.00. Børn og ba-bu Sløkkiliðið í Klaksvík helt 50 ára dagin hjá sær saman við børnuum leygardagin Klaksvík: Seinnapartin leygardagin ýldi óført í gøtunum í Klaksvík, har allir sløkkiliðsbilarnir í býnum vóru á ferð. Orsøkin var hvørki eldur ella nøkur vanlukka, men hinvegin ein hátíðardagur hjá sløkkiliðnum. Klaksvíkar Sløkkilið gjørdist í gjár fimti ár, og hendan stóra dagin hildu sløkkiðsmenninir leygardagin. Børnini í býnum vórðu boðin á sløkkiliðsstøðina og upp í bilarnar, og nógv vóru tey, sum gjørdu sær dælt av hesum. Eini 500 børn vóru ein túr við onkrum av sløkkiliðsbilunum, og fitt av foreldrum høvdu eisini leitað sær fram við sløkkiliðsstøðini, har eitt kaffiborð var sett upp. Seinni í hesi vikuni fer sløkkiliðið at hava eitt borðhald fyri sløkkiliðsmonnunum og ymsum stovnum og feløgum, sum sløkkiliðið samstarvar við. Trúfastir Síðani Klaksvíkar Sløkkilið var stovnað fyri 50 árum síðani, hava 72 mans - og eingin kvinna - verið í sløkkiliðnum. Sløkkiliðsmenninir hava verið sera trúfastir, og tí hevur lítil útskifting verið í sløkkiliðnum, sigur Kári Kjelnes, leiðari. Tað eru vanliga hondverkarar í býnum, sum hava verið í sløkkiliðnum, men vit seta krøv til allar okkara mans, um at teir taka roykkavaraskeið, og summir hava tikið ymisk onnur skeið. Umframt at verða boðsent til eldsbrunar í Norðoyggjum, verður sløkkiliðið í Klaksvík eisini boðsent til vanlukkur á sjógvi og landi. Í sløkkliðnum eru froskmenn, sum verða sendir út til vanlukkur á sjónum, og sløkkiliðið hevur eisini útgerð, sum kann brúkast í sambandi við ferðsluvanlukkur. Harafturat er sløkkiliðið eisini altíð á ferð, tá ódn ger um seg. Nýggjan bil Klaksvíkar sløkkilið hevur tríggjar sløkkiliðsbilar, sum verða brúktir í sambandi við uppgávurnar hjá teimum, men ein gamal sløkkiliðsbilur er eisini framvegis at finna á sløkkiliðsstøðini, og leygardagin var hann tikin út at halda føðingardagin. Hesin bilurin er gamal, men er í góðum standi. Ein nýggjur bilur er á veg til sløkkiliðið í Klaksvík, og hann skal millum annað brúkast í sambandi við vanlukkur á sjónum og stormskaðar. Hesin bilurin skal avloysa ein annan av teimum gomlu bilunum hjá sløkkiliðnum. Fyrsti tingfundur uttan fyri tinghúsið Tingfundurin í útvarpshøllini í dag verður tann fyrsti, sum er hildin uttan fyri tinghúsið, síðani tað varð bygt í 1856 Í dag er tingfundur, men tinghúsið verður tómt. Síðani tinghúsið var liðugt bygt í 1856 eru allir tingfundir hildnir har. Tingfundurin í dag verður harafturímóti hildin í útvarpshøllini. Orsøkin tilhetta er, at tinghúsið í løtuni verður bygt um í so stóran mun, at tað ikki ber til at halda tingfundir har, meðan umbyggingin fer fram. Í 1907 varð tinghúsið eisini bygt um. Tá bar heldur ikki til at halda tingfund í tinghúsinum. Avleiðingin av hesum var, at eingin tingfundur varð hidin frá september mánaði í 1906 til á ólavsøku í 1907. Tá tók nevniliga einki átrokandi mál seg upp, ið gjørdi, at tað var neyðugt at halda tingfund meðan húsið varð bygt um. Í 1977 varð tinghúsið aftur bygt um, og tá varð eingin tingfundur hildin frá hálvum september til hálvan desember. Eykajáttanin má góðkennast Orsøkin til, at tingið kemur saman í útvarpshøllini í dag er, at tað er neyðugt at fáa samtykta eina eykajáttanarlóg fyri september. Nýggja játtanarskipanin, sum kom í gildi við seinastu fíggjarlóg, krevur nevniliga, at óvæntar lógarbundnar útreiðslur fáa eykajáttan í tinginum, áðrenn tær verða goldnar. Almanna- og Heilsumálastýrið krevur 40 millónir eyka til lógarbundnar útreiðslur, og tí fer Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum í dag at leggja fyri tingið eitt eykjáttanaruppskot fyri september. Eykajáttanaruppskotið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum ljóðar tó á heilar 50 milliónir krónur. Orsøkin til hetta er, at millum annað Strandfaraskip Landsins hava fingið óvæntaðar útreiðslur. Müllers pakkhús var tingsalur Tá løgtingið varð endurreist í 1852, varð tingið tey fyrstu árini hildið í gomlu tingstovuni í Gongini, sum varð bygd í 1692, og sum hevði hýst tinginum, til løgtingið varð niðurlagt í 1816. Longu í fyrstu tingsetuni samtykti tingið at byggja nýtt tinghús í Húsabøi, og her stendur tinghúsið enn. Húsið, ið var liðugt í 1856, varð bygt úr timbri og hevði flagtak. Húsini í Gongini vórðu seld til H. C. Müller, sýslumann, og var har nú norðasti endi av Müllers húsi er, har Landsbanki Føroya nú heldur til. Fýra mál Fyri tingfundin, sum verður settur klokkan hálvgum tvey í dag, eru fýra mál á skránni. Trýggir fyrispurningar verða svaraðir, og síðani er framløga á skránni. Tá verður eykajáttanaruppskotið lagt fram. Fyrsti fyrispurningurin, ið verður svaraður, er ein fyrispurningur frá Mamy Dahl Sørensen, sum hevur verið eykafólk á tingi fyri Javnaðarflokkin. Fyrispurningurin snýr seg um samferðsluviðurskiftini í Kalsoynni og er stílaður til Finnboga Arge, sum var landsstýrismaður í vinnu - og samferðslumálum, tá fyrispurningurin varð settur. Tað verður kortini nýggi landsstýrismaður við hesum málsøkjum, Bjarni Djurholm, ið fer at svara fyrispurninginum. Næsta fyrispurningunum skal Anfinn Kallsberg, løgmaður, svara. Talan er um ein fyrispurning, sum Lisbeth. L. Petersen, tingkvinna, hevur sett honum um setan av nevnd til at leggja til rættis tiltøk fyri at økja lut kvinnunar í politisku støðutakanini. Triðji fyrispurningurin er, eins og tann fyrsti, stílaður til Finnboga Arge. Talan er um fyrispurning frá Flemmingi Mikkelsen um vegagerðina millum Øravík og Hov og nýggja samferðsluhavn í Suðuroynni. Hesum fyrispurnigi fer Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, at svara. Tingfundurin í dag verður helst ikki tann seinasti, ið verður hildin í útvarpshøllini. Tað er nevniliga umráðandi at fáa samtykt eykajáttanaruppskotið fyri september. Tí kemur tingið helst skjótt saman aftur í útvarpshøllini at viðgera hetta uppskot. Vil hava tollfría sølu í Vágum Jákup Sverri Kass, tingmaður, fer á tingfundinum í dag at seta landsstýrismonnunum í vinnumálum og í fíggjarmálum fyrispurningar um tollfría sølu í Vágum Tollfrí søla á flogvøllinum í Vágum hevur við sær størri umsetning og nýggj arbeiðspláss. Hetta heldur Jákup Sverri Kass, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, sum á tingfundinum í dag fer at seta Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum, og Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, fyrispurning um útlitini fyri tollfríari sølu á flogvøllinum. Jákup Sverri Kass vísir á, at sølan av tollfríum vørum hjá londunum uttan fyri ES er vaksin munandi síðani londini innan ES fyri skjótt tveimum árum síðani góvust at selja tollfríar vørur. Sum dømi nevnir hann, at umsetningurin av tollfríum vørum á flogvøllinum í Noreg, sum er uttan fyri ES, er fleirfaldaður, somuleiðis sum fleiri arbeiðspláss eru komin á staðnum. Má byggjast út Jákup Sverri Kass ásannar, at flogvøllurin í Vágum má byggjast út, skal tað bera til at hava tollfría sølu. Tí spyr hann landsstýrismannin í Vinnumálum, um tað verður arbeitt við uppfylla fysisku karmarnar og nær tað kann væntast, at høli eru klár. Harafturar spyr Jákup Sverri Kass Bjarna Djurholm, hvørjar arbeiðsmaknaðarligar vansar og fyrimunir landstýrismaðurin í vinnumálum sær í, at farið verður undir eina tílíka sølu. Til seinast vil Jákup Sverri Kass hava at vita, um fullveldissamráðingarnar eru nøkur forðing fyri, at farast kann undir at selja tollfríar vørur á flogvøllinum. Má broyta tollógina Tingmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum stílar eisini tríggjar spurningar um sama mál til landsstýrismannin í Fíggjarmálum, Karsten Hansen. Jákup Sverri Kass vil hava at vita frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, um arbeitt verður við at tillaga tolllógina soleiðis, at fólk kunnu keypa tollfríar vørur á flogvøllinum. Harafturat vil tingmaðurin hava at vita, nær hesir karmar verða til staðar. At enda spyr Jákup Sverri Kass landsstýrismannin í fíggjarmálum, hvørjar landsbúskaparligar vansar og fyrimunir hann sær í, at farið verður undir tollfría sølu í Vágum. Jákup Sverri Kass roknar við, at tollfrí søla á flogvøllinum í Vágum fer at hava við sær, at sølan umborð á flogførunum minkar. Men hetta, heldur hann, verður uppvigað av, at fólk fara at leggja meira pening eftir sær á flogvøllinum. Taka nú veðrarnar aftur Hóast gamalt er at taka veðrar á mikkjalsmessu, eru støð í landinum, har neyðugt er at fara eftir teimum, meðan líkindi eru Slættanes: Teir standa bundnir at rættargarðinum á lendingini á Slættanesi. Fimtan hornaseyðir, sum tiknir eru úr Vestaru Skor og nú skulu til Sandavágs. Menninir sita niðan fyri og fá sær ein bita. Onkur, sum hevur verið so hyggin at hava skiftiklæðir við, dregur sær turt upp á kroppin, tí tað regnaði alla tíðina, meðan menn vóru inni í skorini. Í vár var Tíðindablaðið Sosialurin við, tá sandavágsmenn vóru í Vestaru Skor við hornaseyði. Og vitiligt er, at tá farið varð við at sleppa út, verður eisini boðað at koma eftir teimum aftur. Avgjørt varð at fara seinasta vikuskifti. Begynt varð fríggjamorgunin, men menn vandaðu veður og settust aftur. Farið varð so leygardagin í staðin. Veðrið helt sær, til komið var í Skoradal og farast skuldi inn í Skorarnar. Tá fór at regna, og tað regnaði líka til allir vóru komnir aftur til Steinin í Skoradali við teimum seyðunum, sum eftir vóru í Skorini. Seytjan vórðu sleptir í Vestaru Skor í vár, og hendan dagin, farið varð eftir teimum, vóru fimtan eftir. Hvat er vorðið av hinum báðum, verður so bara gitt um. Onkur heldur, at teir munnu vera omandotnir. Tað kann vera rættiliga sannlíkt. Men onkur er, sum uggar seg við, at tað er hent fyrr, at onkur er sloppin úr Skorini, hóast hegnað hevur verið fyri, og er afturkominúr haganum, tá fjøllini vóru gingin um heystið. So til tað er yvirstaðið, er bara at liva í vónini. Tað eru ikki bara sandavágsmenn, sum hava seyð gangandi í skorunum norðanfyri. Gitin er Ryggsskor hjá miðvingum frá sjónvarpssending fyrst í nítiárunum. Umframt hava menn seyð gangandi aðrastaðni í urðum og torvum fram við vágalandinum fyri norðan. Fríggjadagin vóru sandavágsmenn í Torvuni, teir kalla, innanvert Trøllkonufingur, har teir høvdu tveir seyðir gangandi. Teir vórðu flettir sama kvøldið. Annar vá 58 pund, meðan hin vá 78. Seyðirnir úr Vestaru Skor vórðu sleptir á beiti heima í bønum, til mett veðrur ráðiligt at fletta teir. Eingin grund er at fóðra maðkar við so góðum kjøti, varð tikið til, tá komið varð aftur at húsum leygardagin. Í seinni blað verður myndafrásøgn frá túrinum. Tøma fjósið í Fámara Flutningsviðurskiftini til og úr Fámara eru so mikið vánalig, at avgjørt er at tøma fjósið Fámara: Neytini vórðu í gjár flutt úr fjósinum í Fámara til onnur fjós í Suðuroynni. Tey flestu fóru til Sumbiar og nøkur til Øravíkar. Umstøðurnar í Fámara eru vorðnar so truplar, at Jarðarráðið heldur ikki vera ráðiligt at fara undir enn ein vetur við neytum í Fámara. Leygardagin skrivaði Sosialurin, at vegurin til Fámara var so mikið vánaligur, at Strandferðslan ikki metti tað ráðiligt at senda stóra mjólkarbilin eftir mjólkini í Fámara. Hetta er ein grund til, sigur Jóannes Dalsgarð, stjóri á Føroya Jarðarráð, at avgjørt er at flyta neytini. Tann ringi vegurin ger tað samstundis tvørligt at flyta fóður til Fámara, og tað ber so als ikki til at hava neytini standandi svong í fjósinum. So tann grundin vigar rættiliga tungt, tá nú er avgjørt at flyta neytini burtur. Ein triðja grund undir avgerðini er, sigur stjórin á Jarðarráðnum, at bygningar í Fámara eru í ringum standi og krevja umfatandi ábøtur. Tað skal helst gerast, áðrenn - ella um - nakar festari fæst at taka við aftur. Í fjósinum í Fámara vóru 15 neyt. 12 mjólkikýr og tríggjar, sum ikki mjólka. Umframt hoyrir hagi, sum ber 60 seyðir, til festið. Neytini í Fámara verða flutt til eitt spildurnýtt fjós í Sumba og eitt fjós í Øravík, upplýsa keldur, Sosialurin hevur tosað við í Suðuroy. Bóndin í Sumba fær tey neyt, hann hevur brúk og pláss fyri at hýsa. Í nýggja fjósinum eru bæði básar og krubbur, har neytini kunnu ganga leys. Framman undan hevur hann seks mjólkikýr og sjey kvidnar kvígur. Men hann hevur pláss fyri væl fleiri kríatúrum. Hvussu nógv hann tekur úr Fámara velst um, hvørjum standi neytini eru í. Sumbiarbóndin fekk fráboðan fríggjadagin um, at neytini í Fámara skuldu flytast, og at hann kundi fáa tað, honum tørvaði til at fylla fjósið. Hvussu verður við keypi, verður avgjørt seinni. Jóannes Dalsgarð, stjóri á Jarðarráðnum, sigur, at enn er einki avgjørt, hvussu verður við festinum í Fámara. Hvørki um tað verður niðurlagt, ella um nýggjur festari verður settur. Heimaforbundið hjá Frelsunarherinum byrjar aftur Heimaforbundið hjá Frelsunarherinum hevur verið virkið í nærum ein mansaldur, og eftir ein summarsteðg eru kvinnurnar farnar í gongd aftur Heimaforbundið er ein kvinnufelagsskapur hjá Frelsunarherinum, sum byrjaði í London í 1907. Í Føroyum byrjaði arbeiðið í 1930. Hesin felagsskapur er nú í Vági og Tórshavn. Virksemið hevur mest verið at bundið og seymað til tey, sum tørva hjálp. Nú er tað eisini ein hugnaløta, har kvinnurnar hava ymiskt hondarbeiði við. Vanligt er, at ein søga verður fortald, og okkurt er til matna. Sjálvandi verður eisini sungið og andakt, har Gudsorð verður lisið. Heimaforbundið hjálpir samkomuni við at hava burturluting einaferð um árið. Í ár verður tað 26. oktober. Heimaforbundið hjálpir eisini til á annan hátt. Missiónskvøld eru, har peningur verður savnaður inn til trúðboðarar, ið tørva hjálp. Eisini er ein genta á blindaskúla hjá Frelsunarherinum á Jamaika, sum heimaforbundið er við at gjalda fyri, so hon kann halda fram á skúlanum. Allar kvinnur eru vælkomnar hvørt hóskvøld kl. 20.00, og byrjað varð 7. september. Veðrið Eitt djúpt lágtrýst, 992 hPa. sunnan fyri Føroyar fer spakuliga vestureftir. Lágtrýstið í útsynning úr Føroyum fer spakuliga vestureftir og grynnist. Eitt brúgvalag yvir norðara Norðsjógvin verður yvir Føroyum í kvøld. Veðrið í dag: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landsynningi og um kvøldið regn. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið mikudagin: Hvassur vindur ella skrið av landsynningi og lítið ella einki avfall, men mjørki í støðum. Hitin millum 12 og 15 stig. Veðrið hósdagin: Hann minkar vindin niður í andøvsgul av suðri og fyrrapartin regn, annars sólglottar, men mjørki í støðum. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Fyrst gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi og sólglottar, men sum frálíður veksur hann vindin upp í ein strúk av suðri og regn. Hitin millum 8 og 12 stig. Í gjár: Eitt djúpt lágtrýst, 992 hPa. sunnan fyri Føroyar fer spakuliga vestureftir. Í dag: Lágtrýstið í útsynning úr Føroyum fer spakuliga vestureftir og grynnist. Eitt brúgvalag yvir norðara Norðsjógvin verður yvir Føroyum í kvøld. Stýrið fyri Norðurlandahúsið havt seinasta fundin Skeiðið er runnið, og nýtt stýrið skal nú finnast. Seinasti fundurin var í seinastu viku, tá alt stýrið varð savnað Enn er ikki gjørt av, hvør skal sita í stýrinum næsta skeið. Tað eru mentamálaráðharrarnir í Norðurlondunum, sum skulu velja ein lim í part í stýrið. Finland, Svøríki, Noreg, Danmark og Ísland hava ein lim, meðan Føroyar hevur tríggjar. Grønland og Áland kunnu luttaka við sum eygleiðarar, men bara Grønland hevur nýtt henda møguleikan. Teir tríggir føroysku limirnir eru Óli Mittún Petersen, Schumann Hansen og Karin Kjølbro, sum eisini hevur verið næstformaður. Tey hava øll sitið eitt skeið, og kunnu tískil verða vald einaferð afturat. Limir í stýrinum kunnu í mesta lagi sita tvey skeið. Seinasti fundurin var miku- og hósdagin í seinastu viku. Umrødd vórðu vanlig mál sum rakstur, tólini, ið hoyra til húsið og standurin í húsinum, sum er í lagi. Uppskot var frammi frá nøkrum av hinum limunum um, at alt starvsfólk í húsinum skuldi verða sett í eitt ávíst áramál, sum skuldi verða fýra ár. Hesum settu føroysku limirnir seg ímóti, og tað verður eftir øllum at døma av ongum. Føroysku limirnir mettu, at tað var óheppið, um starvsfólk ikki kundu fáa fast starv í húsinum. Eisini vóru broytingarnar í sambandi við festivalarnar viðgjørdar. Schumann Hansen hevur sitið í stýrinum, og hann heldur, at skeiðið hevur hilnast væl. Stjóraskiftið gekk smidliga fyri seg, og størri partur av virkseminum hjá húsinum er flutt úr Havnini út um oyggjarnar. Nú er 21 prosent av virkseminum uttanfyri Havnina, meðan tað var 10 prosent áðrenn. Fólkaræði og verjumál Fólkaræði merkir, at eitt fólk fær innlit í og tekur støðu til allar týdningarmiklar avgerðir í sínum samfelag. Eisini um hernaðar- og verjumál. Vit hava ikki veruligt fólkaræði í Føroyum - enn. Tí kundu Føroyar og føroyingar brúkast sum týdningarmikil finna í kalda krígnum og herstøðir leggjast her, uttan at føroyska fólkið fekk nakað innlit ella slapp at taka støðu. Tí kundi danska stjórnin leggja líka í, at Føroya Løgting umboðandi Føroya fólk einmælt mótmælti hesum. Tí kann danska stjórnin í dag bera rangar upplýsingar og nokta Føroya Landsstýri at fáa okkara møguleikar fram á borðið. Tí kunnu føroyskir andstøðupolitikarar, uttan nakra sum helst ábyrgd, bera rangar upplýsingar, stuðla stjórnini og gera gjøldur burtur úr teimum, sum hava stríðst fyri veruligum fólkaræði í tí sinnissjúka kalda krígnum. Ósannindi prógvað Vit hava í dag fingið fleiri frágreiðingar, sum prógva allar teir varhugar og spurningar, sum vórðu settir í mótmælunum móti NATO-støðini. Í Grønlandi er sama søga prógvað í ólukkumát. Hartil er prógvað, at føroyskir løgmenn góðtóku at vera meira loyalir mótvegis donsku stjórnini enn móti løgtinginum og tí fólki, sum hevði valt teir. Vit hava nú fingið prógv fyri, at somu ósannindi og rangir upplýsingar verða førd fram í ár 2000. Kortini síggja vit føroyskar andstøðuleiðarar og oddagreinar í okkara størstu bløðum, sum skíra landsstýrið at vera ódemokratiskt og leggja persónar og flokkar undir at leypa frá samtyktum. Tá er talan um serliga grova villeiðing, sum ikki sømir seg einum framkomnum samfelag. Ein fólkaræð- islig avgerð Tær einmæltu tingsamtykir, ið eru gjørdar undir heimastýrinum, vórðu rættar og eru sjálvsagt galdandi til ein nýggj rættarstøða og ein fólkaræðislig avgerð er tikin. Heimurin er broyttur, og tað snýr seg nú um at fáa samstarv á hernaðarøkinum millum tey gomlu stórveldini og at forða fyri nýggjari dubbing og køldum kríggi. Hetta kann eitt nú gerast gjøgnum skipanina Partnership for Peace, har flestu londini, ið fyrr lógu handan jarntjaldið, eru limir. Einar sjálvstøðugar Føroyar mugu taka ábyrgd og avgerð um okkara verjupolitisku viðurskiftir. Einar ósjálvstøðugar Føroyar kunnu slettis ikki verða limir í nøkrum felagsskapi ella taka nakra avgerð, tí tað er einvíst eitt danskt mál. Fólkaræði ella sjónleikur Tí mugu vit tosa við okkara grannalond og við NATO um okkara støðu í verjupolitikki. Síðani má Føroya Løgting og Føroya fólk taka støðu til, hvørjar avtalur vit gera. Til tess er neyðugt at fáa allar upplýsingar fram og leggja málið til fólkaræðisliga viðgerð. Hetta fyrireikingararbeiðið er langt síðani farið í gongd og er væl og virðiliga kunnað til uttanlandsnevndina í Løgtinginum og viðgjørt á Løgtingi. Tað er fólkaræði. Tað er virðing fyri løgtingi og fólkaræðinum. Tað er erligt. Tann sjónleikur, vit aftur nú hava sæð í hernaðarmálinum, snýr seg tíverri bert um at skýggja sannleikan. Høgni Hoydal Vit sleppa við skrekkinum Hóast oljuprísirnir eru í hæddini, fer hetta ikki at noyða SEV at hækka streymprísin Tað verður ikki neyðugt hjá SEV at hækka prísin á streymi, hóast prísurin á olju er farin til himmals. Sostatt sleppa brúkararnir hjá SEV við skrekkinum, hóast útreiðslurnar hjá SEV til olju næsta ár eru tvífaldaðar afturímóti 1998. SEV brúkar rættiliga nógva olju til at reka elverkini við og tí hevur verið fryktandi fyri, at teir methøgu oljuprísirnir eisini fóru at føra til, at SEV fór at hækka SEV prísirnar. John Danielsen, fíggjarleiðari hjá SEV, sigur, at SEV hevði væntað høgar oljuprísir. Men kortini eru prísirnir hægri enn mett var á fíggjarætlanini. Fíggjarætlanin hjá SEV fyri komandi ár varð løgd longu í mai mánaða í ár. Komandi ár høvdu vit væntað at brúka 38,4 milliónir til olju komandi ár. Men sum prísirnir eru nú, verða útreiðslurnar til olju einar átta milliónir hægri, ella einar 46 milliónir komandi ár. Hetta verður tvær ferðir so nógv sum SEV brúkti til olju í 1998, tá ið hesar útreiðslurnar vóru 23,3 milliónir. Í fjør brúkti SEV 25,5 milliónir til olju og í ár verða oljuútreiðslurnar upp á 40 milliónir. Lækkaðir hvørt ár Men fíggjarleiðarin hjá SEV sigur, at hinvegin verður streymprísurin ávirkaður av oljuprísinum á tann hátt, at nú fer tað neyvan heldur at bera til at lækka prísin. Sostatt fer oljuprísurin at ávirka prísin í longdini, tí hann fer ikki at vera so lágur, sum hann annars kundi verið. Annars hava vit lækkað prísirnar hvørt ár tey seinastu árini. Men næsta ár hava vit gjørt av at varðveita somu prísir sum í ár, og sostatt lækka teir ikki komandi ár. Fíggjarleiðarin sigur, at hann væntar ikki, at sum oljuprísurin er í løtuni, fer tað at gera tað neyðugt at hækka streymprísin. Hinvegin fer tað sjálvsagt at gera ársúrslitið hjá SEV verri enn væntað. Men tað hevur SEV eisini rúm fyri, tí næsta ár er mett at SEV fór at hava 16 milliónir í rakstraravlopi. Sostatt hevur felagið eitt sindur av luft og teir Teir hækkandi oljuprísirnir fara sostatt "bara" at føra til sær, at avlopið fer at lækka niður í einar átta milliónir komandi ár. Í ár fer roknskapurin hjá SEV akkurát at javnviga, tað kemur partvís av tí høga oljuprísinum. Men tað kemur eisini av, at SEV hevur havt óvanligar útreiðslur í ár av at skifta rørini til elverkið í Botni í Suðuroy út. Verkfall um smápengar Í gjár vóru báðir partar í verkfallinum í Kollafirði so rørandi samdir um, at tað var so lítið, sum skilti, at tað er bæði synd og skomm at halda fram við verkfallinum Semingsroyndirnar, sum skuldi fáa ein enda á tí skjótt tríggjar viku langa verkfallinum hjá dagrøktarmammunum í Kollafirði, kortsluttaðu heldur óvæntað um vikuskiftið. Men bæði Miriann Dam, talskvinna hjá dagrøktarmammunum, og Hans Jacob Hansen, bygdaráðsformaður í Kollafirði, eru so rørandi samd um, at nú er tað so lítið, sum skilir partarnar, at tað er bæði synd og skomm at halda fram við verkfallinum. Annars høvdu samráðingarnar um vikuskiftið ført til semju á næstan øllum økjum og sáttmálin var komin undir land. Semja var bæði gjørd um lønir, eftirlønir, arbeiðstíðir, starvsaldur og um, nær sáttmálin skuldi koma í gildið og, hvussu leingi, hann skuldi vera í gildið. Partarnir eru samdir um, at sáttmálin skal koma í gildið 1. august og fara úr gildi aftur 31. desember. Tá leggur Kollafjørður saman við Tórshavnar Kommunu og Kollafjarðar Kommuna sigur, at hon hevur ikki heimild at gera sáttmála, sum gongur longur enn til nýggjárs, tí tá yvirtekur Tórshavnar Kommuna málið. Bygdaráðið hevur eisini tvíhildið um at lønarlagið hjá dagrøktarmammunum skal vera á sama støði sum í Havn. Tað vil siga, at dagrøktarmammurnar skulu fáa einar 700 krónur meiri fyri at hava tey smærru børnini undir trý ár, enn tær skulu fáa fyri at hava tey størru børnini. Hinvegin vildi dagrøktarmammurnar hava tað sama í løn fyri øll børnini, og tað skuldi vera miðallønin av tí, sum mammurnar í Havnini fáa. Í hesari trætuni var skorið mitt ígjøgnum, so at vit nú fáa gott 3.000 krónur fyri tey minnu børnini og knapt 3.000 fyri tey størri børnini, so at munurin er góðar 300 krónur, sigur Miriann Dam. Ósemja um gestabørn Tað einasta, sum ósemja nú er um, og sum heldur lív í verkfallinum, er, hvørja løn dagrøktarmammurnar skulu hava fyri gestabørnini. Gestabørn eru børn, sum ein dagrøktarmamma hevur fyri eina aðra, sum hevur forfall av ymsum orsøkum. Kommunan tvíheldur um, at dagrøktarmamman, sum hevur forfall, skal missa eftirlønina fyri børnini, hon skuldi havt. Men hinvegin skal dagrøktarmamman, sum skal hava hesi gestabørnini, ikki fáa eftirlønina. Og vit kunnu undir ongum umstøðum góðtaka, at ein dagrøktarmamma skal fáa minni fyri at hava eitt gestabarn, enn hon fær fyri tey børnini, hon vanliga hevur, sigur Miriann Dam. Hans Jacob Hansen, bygdaráðsformaður í Kollafirði, heldur, at ósemja er eisini um, hvat eitt gestabarn er. Kommunan uppfatar eitt gestabarn, sum ein dagrøktarmamma hevur nakrar fáa dagar, fyri eina mammu, sum hevur forfall av onkrum orsøkum. Hinvegin uppfata dagrøktarmammurnar tað eisini sum gestabørn, tá ið ein dagrøktarmamma hevur børn fyri eina aðra, sum er í barnsburðarfarloyvi í eitt hálvt ár, men tað halda vit er burturvið. Bæði synd og skomm Bæði bygdaráðsformaðurin og talskvinnan hjá dagrøktarmammunum eru tó samd um, at í pengum er hetta eitt so lítið mál, at tað er bæði synd og skomm at verkfallið skal halda fram av hesi orsøk. Og báðir partar vóna, at nakað hendir í málinum skjótt. Men tey bæði, Miriann Dam og Hans Jacob Hansen, eru ikki samd um, hvør eigur at næsta útspæl. Bólturin liggur hjá Kommununi, sigur Miriann Dam. Tað eru ikki vit, sum hava slitið semingsroyndirnar, sigur hans Jacob Hansen. Í gjáramorgunin visti sostatt ongin hvat fór at henda og, nær, nakað hendi. Og tískil heldur verkfallið fram. Fyribils er alt arbeiði, sum limir í Føroya Arbeiðarafelag gera fyri Kollafjarðar Kommunu, lagt lamið. Tað ber m.a. í sær, at skúlin verður ikki vaskaður og mitt í síðstu viku, var hann so skitin, at undirvísingin mátti halda uppat og børnini vórðu send til hús. Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at hendir onki heilt skjótt, má støða takast til, um onnur stig skulu takast fyri at leggja Kollafjarðar Kommunu undir trýst. Trý føroysk mál í Keflavík Leiftur segði sannførandi farvæl til bestu deildina, og KR endurtók meistaraskapin Í tveimum teimum seinastu umførunum vísti Leiftur tað Landssimadeildarstøði, sum teir alla tíðina hava hildið um, at teir megnaðu. Sigrarnir hava verið hugaligir, men teir hava ikki koppað tí veruleikanum, at liðið á Ólafsfirði komandi ár verður í næstbestu deildini. Um tað verður við føroyskari manning er eitt sindur óvist, men allir teir føroysku spælararnir hava sáttmála við Leiftur fyri komandi kappingarár. Tað er framvegis ikki avgjørt, hvør verður venjari í Leiftir, men sambært íslendskum fjølmiðlum bendir nógv á, at tað verður Páll Guðlaugsson. Leygardagin vann Leiftur 5-2 í Keflavík. Føroysku spælararnir høvdu stóran leiklut. Jens Martin Knudsen vardi málið, og hinir vóru sera eyðsýndir. John Petersen setti hol á við brotssparki í 29. minutti, og Jens Erik Rasmussen økti til 2-0, tá hann í 54. minutti kom leysur við málverjanum. Í 58. minutti lyfti John Petersen sera hegnisliga upp um málverjan hjá Keflavík, og so var 3-0 til Leiftur. Sambært Sámali Joensen so var tað heilt fjákut, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki, so heimaliðið kundi minka um munin til 1-3. Hetta var í 79. minutti, og tveir minuttir seinni gjørdist spenningurin uppaftur størri, tí tá minkaði Keflavík um munin til 2-3. Síðstu løtuna trýsti heimaliðið, verjuparturin var tunnur, og Leiftur skoraði tvey mál í mótálopum. Hlýnur Jóhansson økti til 4-2 í 84. minutti, og í yvirtíðini slerdi Ingi H. Heimisson Leiftur sigurin rimmarfastan. ÍA ein møguleika afturat Uni Arge og ÍA vóru á útivølli í Reykjavík ímóti Fylkiri. Heimaliðið kom framum í 23. minutti, og teir øktu í 28. minutti. ÍA stríddist, men tað var ikki fyrrenn í síðsta minutti, at Hálfdan Gíslason hjá ÍA minkaði um munin. Uni Arge var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Kappingarárið hjá ÍA hevur ikki verið so væl eydnað, sum teir høvdu vónað. Málið var at vinna meistaraskapin og í hvussu so er at kvalifisera seg til altjóða fótbólt. Higartil hevur tað ikki eydnast, men Uni Arge og teir hava framvegis ein møguleika. Sunnudagin skulu teir spæla steypafinalu á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. ÍBV úr Vestmannaoyggjunum verður mótstøðuliðið. KR meistari Tað var stórur spenningur um meistaraskapin. KR endurvann meistaraheitið, men tað stóð nógv á. Meistaraliðið var á útivølli ímóti Stjarnuni, sum legði seg framum 1-0. KR svaraði væl og virðiliga aftur. Teir vunnu 4-1. Andri SigÞórsson var stóra hetjan, tí hann skoraði øll málini hjá KR. Tapið hevði við sær, at Stjarnan flytir niður saman við Leiftri. KR sigurin hevði við sær, at Fylkir misti møguleikan at vinna meistaraskapin fyri fyrstu ferð. Teir fáa pláss í UEFA cup. Fram fekk javnleik ímóti Breiðablik. Fram hevur verið í niðurflytingarvanda, men javnleikurin ber framhaldandi tilveru í bestu deildini við sær. Grindavík vann á ÍBV í Vestmannaoyggjunum, og tað hevur við sær, at Grindavík fær bronsu. Andstøðan leggur uppskot fram um skattalætta Fara hvørki Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, ella Óli Breckmann, formaður Fólkafloksins ikki at leggja uppskot fram um skattalætta, so fer andstøðan at gera tað. Týsdagin boðaði Fólkaflokkurin til tíðindafundar, har Óli Breckmann legði fram uppskot til skáttaábót. Fólkaflokkurin sigur, at hetta uppskotið er í tráð við samgonguskjalið, og at Fólkaflokkurin hevur tikið hetta stigið fyri at skunda undir landsstýrismannin í fíggjarmálum. Við útvarpið í kvøld segði Jóannes Eidesgaard, at hann hevur tosað við Edmund Joensen, formann Sambandsfloksins. Sambands- og Javnaðarflokkurin eru samdir um, at lág- og miðalinntøkurnar skulu hava skattalætta. Báðir flokkarinir hava arbeitt við hesum, segði hann. Men sum eg skilji á Óla Breckmann, so vil hann hava Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum at leggja uppskotið fram. Men ger hann ikki tað, so er ikki óvist, at vit fara at gera tað, og tá rokna vit við stuðli frá Fólkaflokkinum, segði Jóannes Eidesgaard. Jóannes Eidesgaard vísti á, at eitt slíkt skattauppskot er rættuliga tekniskt, og at andstøðan ikki hevur somu atgongd til upplýsingar frá umsitingini, sum samgongan. Tí verður neyðugt við hjálp frá samgonguni, segði hann Pláss fyri 80 børnum afturat í dagrøktini Dagrøktasskipanin er normerað og góðkend til 300 børn. Kortini eru bert 220 børn í skipanini í dag. Orsøkin er, at tað hevur verið sera trupult at fáa nóg nógv dagrøktarheim í Tórshavnar kommunu seinastu árini. Fyri at fáa dagrøktararheim til tey 80 børnini, sum skipanin hevur pláss fyri afturat, hevur býráðið gjørt av, at dagrøktir sjálvar kunnu ansa egnum børnum í dagrøktarsskipanini. Hetta hevur tó einki at gera við, at foreldur fáa gjald fyri at vera heima og ansa egnum børnum. Harafturímóti gera vit dagrøktarskipanina einfaldari. Við nýggju skipanini ber til hjá eini mammu, sum t.d. eigur tvey børn undir skúlaaldri, at taka trý onnur børn inn umframt síni tvey og harvið gerast dagrøkt hjá fimm børnum. Tað ber ikki til at vera dagrøkt bara hjá sínum egnum børnum. Ætlanin við hesi broyting er at minka um trýstið á langa bíðilistanum til barnagarðspláss, har m.a. børn hjá dagrøktum í dag eru. Á henda hátt sláa vit tvær flugur við ein smekk: Vit fáa fleiri dagrøktir, og dagrøktir, sum í dag hava egin børn á stovni ella í aðrar dagrøkt, kunna nú hava børnini heima og geva pláss fyri øðrum børnum. Fyri at ansa egnum børnum skalt tú rinda sama foreldragjald sum onnur. Um ein dagrøkt, sum ansar egnum børnum heima, fer í annað starv, fær viðkomandi tó ikki framíhjárætt fyri egin børn til annað pláss. Í løtuni er nógv tey flestu dagrøktarbørnini undir trý ár. Hetta ger, at vit mugu hava fleiri dagrøktarheim enn frammanundan, tá vit loyvdu fimm børnum undir skúlaaldri - óasnæð aldur. Henda skipanin er roynd við góðum úrslitum í Vestmanna, Klaksvík eins og í Danmark og Noregi. Talan er ikki um eina spildurnýggja skipan, eins og áður er ført fram. Tórshavnar Kommuna vónar við hesi broyting at fáa fleiri egnað dagrøktarheim. Hetta er ikki fyri at økja um skipanina, men fyri at kunna bjóða ta tænastuna, sum skipanini er góðkend og ætlað til. Vónandi fer hetta at minka um bíðilistan. Elin Lindenskov forkvinna í sosialu nevnd ODDAGREIN: Partafelagsdilla -vansi ella fyrimunur NÚ ljóðar aftur, at Postverk Føroya skal umskipast. Postverkið skal annaðhvørt umskipast til eina almenna fyritøku ella til eitt alment partafelag. Tað sigst, at landsstýrismaðurin er mest sinnaður fyri at umskipa Postverkið til eitt alment partafelag, hóast Tjóðveldisflokkurin í vár segði kortanei til at umskipa Postverkið til eitt alment partafelag. GRUNDGEVINGIN fyri at umskipa Postverkið er hon, at Postverkið gevur hall, og tí má Postverkið útvega sær inntøkur á annan hátt. Tað kann ikki skiljast øðrvísi, enn at Postverkið skal taka upp kappingina við tey privatu flutningsfeløgini, sum hava tikið seg upp seinastu árini. Tey kunnu veita viðskiftafólkunum eina nógv betri og skjótari tænastu, enn tað heldur >>tunga<< Postverkið hevur kunnað gjørt, og hava tí veruliga tikið seg fram, samstundis sum Postverkið hevur siglt afturút bæði á ein og annan hátt. Í HESUM sambandi kann spurnartekin setast við, um leiðslan í Postverki Føroya ikki hevur verið alt ov lítið framskyggin seinastu 10 árini. Tey, sum hava við Postverkið at gera, vita, at tøkniliga er Postverkið slettis ikki við. Sjálvt eitt so lítið amboð sum eitt telefax, sum 10. hvørt húski hevur í dag, finst ikki á fleiri av posthúsunum - sjálvt ikki í teimum størru bygdunum. Harafturat kann spurnartekin setast við, hví Postverkið ikki bygdi út Giro-deildina, og skipaði hana sum ein veruligan giro-banka, tá álitið á peningastovnarnar var niðri á nullpunktinum í 90-unum. Fyri tey nógvu hevði tað verið nógv lættari at havt ein giro-banka, tá hugsað verður um at senda ella flyta pening, sum peningastovnarnir nú krevja fleiri krónur fyri. HARAFTURAT skal vísast á, at tænastustigið hjá Postverkinum er lækkað nógv. Afturlatingartíðirnar eru styttar og postur verður hvørki borin út leygardagar ella aftansdagar. Men tað hevur higartil ikki havt serligar sparingar við sær, tí starvsfólkatalið er neyvan regulerað í hesum sambandi, tá starvsfólkaavtalan frá fjørvár verður havd í huga. TAÐ er løgið, at spurningurin um tænastuna og tænastustigið ikki verður umrøddur, nú ætlanin er at Postverkið skal umskipast. Tað verður bara talan um at umskipa Postverkið, men einki verður sagt um, hvat endamálið við Postverkinum skal verða, og hvørja tænastu tað skal veita. Tað virkar tí sum um hesin stovnurin og aðrir stovnar við skulu gerast til partafeløg, tí tað er ein >>dilla<< uttan at tann grundleggjandi spurningurin - tænastuveitingin - verður umrøddur. Til Oddvør Johansen rithøvund Eg taki sum givið, at Oddvør Johansen dugir at lesa ein einfaldan tekst, so tá hon álíkavæl lesur burtur úr mínum greinastubba 13/9 í Sosialinum, at føroyingar fáa gratis læknahjálp í Danmark, so sigur hon ósatt við beráddum huga í Dimmalætting og Sosialinum 15/9. Tað er ódámligt. Og tá ið hon lýgur um onnur, samstundis sum hon fýlist á teirra vápn, sigur hetta mær, at hon er blottað fyri sjálvkritikk. Jú, sanniliga gjalda føroyingar fyri tænastur í Danmark - við donskum blokki. Handa familjusøgan í endanum á greinini hevur onki við málið at gera. Eg veit so mikið um arbeiðsbýtið í landsstýrinum, at tað eru ikki landsstýrismenn, sum eginhendugt sita og gjalda rokningar. So handa forðingin hjá Oddvør í 1995 stavar frá umsitingarligum slendrian. Og slíkt ger meg ikki júst tryggari við loysingina. Og heldur onkur, at hann kann leggjast inn á hospital í USA, ella hvar fullveldið ætlar at senda sínar sjúklingar, og gjalda aftaná, so fer hann grúsommiliga skeivur. Tað er mín fasta sannføring, at Høgni Hoydal er ein fantastur, sum í ringasta føri kann forkoma okkara samfelagi. Hetta havi eg skyldu sum javnaðarmaður at berjast ímóti. Og hví skuldi alt Føroya fólk blivið loysingarfólk, fyri tað um hasin ævintýrarin trein inn á pallin? Eg vóni sanniliga ikki, at ta snævurskygni og inntoleransa, sum Oddvør, Steinbjørn og Árni geva til kennar eru representativ fyri teirra stætt. Ikki at kunna góðtaka og ikki skilja at onnur hava eina aðra áskoðan er rætt og slætt stupiditetur. So er tað sagt. Dan R. Petersen javnaðarmaður Gjalda sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum við donskum pengum! Ferð eftir ferð verður ført fram av fullveldisfólki, at vit sjálvi gjalda sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum. Men at hetta verður goldið við pengum, vit fáa í blokkinum, tykjast hesi fólk at gloyma Fullveldispolitikarar føra ferð eftir ferð fram, at vit sjálvi gjalda fyri sjúkraviðgerð eitt nú á Ríkissjúkrahúsinum og at tað tí ikki verður nakar trupulleiki við júst hesum spurningi, sum er so sera, sera týdningarmikið fyri flestu føroyingar, um so verður, at vit taka fullveldi. Síðst hevur Oddvør Johansen í Sosialinum nomið við henda spurning. At hon trýr fullveldispolitikarunum, er kanska ikki so løgið, tí sigur tú eina lygn ella kanska ein hálvan sannleika nóg ofta, so fert tú sjálvur at enda at trúgva, at tað er so. Fáa pengar frá dønum til sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum Men at gjald fyri sjúkraviðgerð á ríkissjúkrashúsinum er ein partur av blokkinum, verður ikki nevnt. Í blokkinum fyri 1998 var henda upphædd 34,5 mió. kr. Men danir lata okkum sjálvi ráða yvir, um vit nýta hesar pengar til sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum, á Landssjúkrahúsinum ella til hvítar ella svartar bøkur!" So óansæð av >>vit sjálvi gjalda<< fyri hesa sjúkraviðgerð, so er hetta við pengum, vit fáa frá dønum til hetta endamál. Taka vit loysing ella fulvleldi, missa vit eisini hesar pengar umframt at vit vera útlendingar, eisini á Ríkissjúkrahúsinum við teimum skerdu møguleikum, hetta hevur við sær. Er føroyska sjúkrahúsverkið afturhaldandi við at gjalda? Sjúkrasøgan, Oddvør sigur frá, er áhugaverd. At sjúklingur liggur og bíðar eftir viðgerð, tí ongir pengar eru komnir, leiðir til tann náttúrliga spurningin: er føroyska sjúkrahúsverkið, umframt at vera afturhaldandi at senda sjúklingar á Ríkissjúkrahúsið, eisini afturhaldandi við at gjalda? Soleiðis er í hvussu so er í tí dagliga, at vánaligur gjaldari fær ikki kreditt, meðan ein góður gjaldari fær kreditt. At sjúkrahúsverkið er afturhaldandi at senda sjúklingar á Ríkissjúkrahúsið, havi eg sjálvir verið vitni til: Fyrsta árið, blokktilskotið var komið í gildi, hevði eg barn við brotnum hálsi á Landssjúkrahúsinum. Sjúkrasystrarnar mótmæltu, at barn mítt ikki bleiv sent til Ríkissjúkrahúsið. Yvirlæknin boygdi seg ikki fyri kravi mínum, um at senda barnið til Danmarkar, fyrr enn eg so sjávlur vildi átaka mær at gjalda flutning og viðgerð á Ríkissjúkrahúsin-um. Viðgerðin, barn mítt fekk í Føroyum, vísti seg at vera fullkomuliga skeiv og kundi ført við sær 100% avlamni. Tíbetur fekk barn mítt onki mein av hendingini, takkað verið viðgerðini á Ríkissjúkrahúsinum. Spara pengar at nýta til annað endamál At talan í hesum føri var um at spara pening frá blokkinum til sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum og nýta peningin aðrastaðni, er heilt greitt. Havi áður í grein í øðrum sambandi ditta mær til at greiða frá hesi sjúkrasøgu. Ta ferðina fekkaeg skriv frá sjúkrahússtjóranum, har hann hótti meg við rættarmáli, um eg ikki alment avsannaði orðini í grein míni! Tað gjørdi eg ikki, men sjúkrahússtjórin tók hóttanina aftur. Johan Petersen Flo fer frá Kurt Føroyska felagið í norskum fótbólti vann enn eina ferð sannførandi stórsigur Tað gongur framvegis sum eftir ánni hjá Sogndal. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Strindheim, sum varð sent til hús aftur við 6-1 tapið. Støðan í hálvleikinum var 2-1, men munurin í spælbýti og møguleikum var nógv størri, enn tølini frá fyrra umfarinum benda á. Tommy Øren setti hol á við brotssparki, tá tíggju minuttir vóru farnir, Alexander Ødegaard økti til 2-0 í 33. minutti, og tveir minuttir seinni minkaði Strindheim um munin, tá teir fingu brotsspark. Í 2. hálvleiki fekk Sogndal fýra mál afturat. Kristian Ystaas, sum var í álopinum fyri leikbannaða Kurt Mørkøre, skoraði til 3-1 og 5-1, Alexander Ødegaard skoraði til 4-1, og Anders Stadheim slerdi 6-1 sigurin rimmar fastan. Kurt Mørkøre var leikbannaður, tí hann í dystinum ímóti Sandefjord fekk fimta gula kortið. Hans Fróði Hansen og Julian Johnsosn vóru allar 90 minuttirnar stuðlar á liðnum hjá Sogndal. Tað hevur verið spenningur um, um tað fór at eydnast Kurt Mørkøre at gerast toppskjútti í næstbestu deildini. Fyri tann møguleikan var tað harmuligt, at Kurt Mørkøre ikki var við sunnudagin. Hann hevði ivaleyst verið maður fyri at skora eini tvey ella trý mál. Størsti kappingarneytin hjá Kurt um ovasta plássið á máltindinum er Jostein Flo. Hann er í álopinum hjá Strømgodset, sum er eitt pláss omanfyri Sogndal. Sunnudagin var Strømgodset á útivølli ímóti Sandefjord. Strømgodset vann 4-0, og í 2. hálvleiki skoraði Jostein Flo bæði málini. Hann er tiltikin fyri høvuðspælið, og tað var við høvdinum, at hann skoraði bæði málini. Jostein Flo hevur nú skorað 22 mál, meðan Kurt Mørkøre hevur skorað 19 mál. 22 umfør eru avgreidd. Tað eru 26 umfør tilsaman, og alt bendir framvegis á, at Sogndal eftir kappingarlok skal spæla tveir dystir um eitt pláss í bestu deildini. Herfølge kiksaði á heimavølli Venjarin metti, at spælararnir vóru ikki komnir fyri seg eftir ferðina í Stokholm Eftir at tað hevur gingið sum eftir ánni í fleiri vikur kiksaði Herfølge sunnudagin á heimavølli. Teir høvdu vitjan av nýggja liðnum í superliguni FC Midtjylland ella bara FCM, sum tað verður nevnt, og gestirnir fóru til hús aftur við øllum stigunum. Einasta málið kom í 44. minutti. Eftir hornaspark og út frá var tað Peter Sand, sum stýrdi bóltinum inn um Jákup Mikkelsen. Peter Sand er stóribeiggi hjá Ebbe Sand, sum er danskur landsliðsspælari (hann skoraði 16. august fyrra málið, tá Danmark vann 2-0 á Tórsvølli). Herfølge vísti ikki eyðkendi ídni og stríðsviljan, sum síðstu vikurnar hevur borið fleiri stig við sær, og sum hevði við sær, at teir vunnu Europa Cup dystin í Stokhol hóskvøldið. FCM, sum er næstfremst í superliguni, hevði meiri spæl, og teir høvdu fleiri møguleikar. At teir bara fingu eitt mál komst av, at Jákup Mikkelsen var tryggur í málinum. Eftir dystin ásannaði John Faxe Jensen, sum sjálvur var á miðvøllinum hjá Herfølge, at tað tóktist sum um spælararnir hjá honum ikki vóru komnir fyri seg aftur eftir ferðina í Svøríki. Hetta segði hann seg vita alt um frá tíðini í Arsenal og Brøndby. Men hesum vildi verjuspælarin Steven Lüstu ikki finna seg í: Vit ætla at koma víðari í Europa Cup. Um tað eydnast, og tað passar, sum venjarin sigur, so fer tað at enda heilt galið í landskappingini, segði hann. jh Óli sá reytt í Aalborg AGF var undirmannað síðstu sjey minuttirnar, tá teir vóru óhepnir og taptu fyri fimtu ferð á rað Lagið í AGF og í Århus er einki serligt. Fíggjarliga støðan er út av lagi vánalig, og inntil ífyrrakvøldið bendi einki á, at nakar av álvara ætlaði at gera nakra roynd at venda gongdini. Seint í fyrrakvøldið settu teir ein nýggjan stjóra. Hann er el- installatørur, og so er spurningurin, um hann fer at megna at varðveita fatningin og fáa ffelagið og liðið í stødið! Óli Johannesen var ímillum teir fyrstu ellivu í Aalborg. Hann var ytstur í høgra verjuborði. Í 32. minutti fekk Óli gult kort, og í 83. minutti fekk hann aftur gult kort og royndi tískil fyri fyrstu ferð í superliguni at verða sendur av vøllinum. Seinna gula kortið stóðst av, at Óli misti bóltin og tók um miðjuna á manninum, sum tók bóltin av honum. AGF var sera óheppið at tapa ímóti AaB. Áðrenn nakað mál kom, hevði Bo Nielsen tvær ferðir fingið bóltin í netið aftanfyri AaB málverjan, men báðu ferðirnar varð kolldømt fyri rangstøðu. AGF hevði yvirvág, men Søren Frederiksen stútaði tvær ferðir í AGF málið, og so hjálpti tað einki, at Bo Nielsen eftir fyrra AaB málið megnaði at javna til 1-1. Nýggjur málverji í FCK 32 ára gamli kanadiarin vardi málið, tá Kanada í 1989 í Klaksvík vann 1-0 á Føroyum Sunnudagin var greitt, at FCK fær ein spælara afturat á lønarlistan. Hesa ferð er talan um ein málverja. Hann er keyptur frá skotska vinarfelagnum hjá FCK, sum eitur Dundee United. Málverjin er ættaður úr Kanada, og hann spældi í USA, áðrenn hann fyri einum ári síðani kom til Skotlands. Todi Jónsson kann tosa um Føroyar og Klaksvíkina við nýggja málverjan, sum eitur Pat Onstad og er 32 árra gamal. Í 1989 var kanadiska landsliðið í Føroyum og spældi tveir landsdstir. Føroyingar vunnu 14. apríl 1-0 í Gundadali (Torkil Nielsen skoraði málið longu i 4. minutti). Seinni dysturin varð spældur í Klaksvík 16. apríl. Ta ferðina vann Kanada 1-0. Drew Ferguson skoraði málið, tá tað restaðu tólv minuttir. Sambært landsliðsbókini vardi ein, sum eitur Paul Dolan, kanadiska málið í fyrra dystinum. Hann var skrásettur í einum felag við navninum Hamilton Steeles. Í tí seinna dystinum vardi Pat Onstad, sum tá hevur verið umleið 21 ára gamal, kanadiska málið. Hann var tá skrásettur í Winnipeg Fury. Í FCK hava teir frammanundan tveir málverjar. Síðani summarsteðgin hevur 20 ára gamli Rune Pedersen verið fínur ímillum stólparnar. Hin málverjin eitur Michael Stensgaard. Hann hevur verið nógv skaddur seinastu tíðina, og tí hevur FCK leiðslan mett, at tað var neyðugt at keypa ein málverja afturat. Í Dundee United megnaði Pat Onstad ikki at vinna fyrsta málverjuplássið. Todi setti ferð á Fyri fyrstu ferð var Johan B. Hansen í OB verjuni frá fyrsta bríksli Tað er gott lag í FCK. Eftir eina kappingarbyrjan, sum bendi á, at talan fór at verða um endurtøku frá í fjør - óstøðugt spæl og langt ímillum sigrarnar - er gongdin fullkomuliga vend tær síðstu vikurnar. Eftir at Jacob Laursen er komin í verjuna og Ståle Solbakken er komin á miðvøllin hevur FCK vunnið hvørja ferð. Teir vóru á áttanda plássinum fyri fýra vikum síðani. Nú eru teir á triðja plássinum. Hesa ferð høvdu teir vitjan av OB. Fyri danir var tað mest merkisverda við OB liðnum, at Carsten Hemmingsen, sum inntil fyri trimum vikum síðani spældi í FCK, var á OB liðnum. Frá einum føroyskum sjónarmiði er tað sera áhugavert at staðfesta, at nýggjasti føroyski landsliðsspælarin, Johan B. Hansen, fyri fyrstu ferð var í OB verjuni frá fyrsta bríksli. OB hevði skipað liðið í 4-5-1 uppstilling, og Johan B. Hansen var ytstur í høgra borði. Síðstu løtuna royndi OB at javna. Tað restaðu níggju minuttir, tá Johan B. Hansen, sum stutt frammanundan hevði fingið gula kortið, varð skiftur út. Todi bíðaði í meiri enn ein tíma FCK venjarin, Roy Hodgson, hevði undan dystinum gjørt av, at Todi Jónsson skuldi vera á beinkinum. Sviin Patrick Simpson, sum eisini hevur verið skaddur, var í álopinum í staðin fyri norðmannin Harald Brattbakk, sum var leikbannaður. Venjarin segði seg ikki tora at hava tveir spælarar inni, sum akkurát vóru komnir fyri seg eftir skaðar. Todi Jónsson kom á vøllin í 69. minutti. Inntil tá hevði spælið ikki verið nakað serligt, og málmøguleikarnar høvdu verið fáir. David Nielsen kom inn saman við Toda. Hann avloysti Simpson, og Todi avloysti Thomas Thorninger. Sambært donsku pressuna settu teir báðir innskiftararnir ferð í FCK álopsspælið, og tað er neyvan nakar ivi um, at Todi verður ímillum teir fyrstu ellivu næstu ferð. Einasta málið kom í 74. minutti. Enn eina ferð var tað Ståle Solbakken, sum skoraði. Hesa ferð var tað eftir hornasparksinnlegg úr høgru, sum David Nielsen snittaði víðari innfyri málið. Innanhýsis dystirnir kunnu verða avgerandi Henda greinin úr B68 leikskránni varð umrødd í útvarpssendingini sunnukvøldið. Við loyvi frá B68 endurprenta vit hana Hesa seinastu tíðina hevur verið skrivað í bløðunum um, at málmunurin hevur ikki so nógv at siga, sum hann áður hevur gjørt, tá støðan hevur verið gjørd upp. Fleiri hava undrast á, at lið, sum hava havt verri málmun enn onnur, hava staðið ovari á støðutalvuni. Talan hevur kortini ikki verið um mistak. Teir, sum gera støðurnar upp í bløðunum hava fylgt teimum reglum, sum hetta kappingarárið hava verið galdandi fyri føroysku landskappingina. Her skulu vit greiða eitt sindur frá, hvussu tað ber til, at reglurnar vórðu broyttar undan hesum kappingarárinum. Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum, sum var tíðliga í ár, varð samtykt, at um tvey lið standa á jøvnum, so verður avgerandi, hvussu innanhýsis dystirnir hava hilnast, áðrenn tað verður hugt at málmuninum. Higartil hevur málmunurin verið avgerandi. Hugskotið úr yngru deildunum Avgerðin um at innanhýsis dystir skulu viga meiri enn málmunurin, varð serliga grundað á, at tað ofta hevur víst seg í yngru deildunum, at FM heitið er plaserað orsaka av ikki serliga hepnum umstøðum. Hesar umstøðurnar hava t. d. verið, at tvey lið í piltadeildini, smádreingjadeildini, dreingjadeildini og unglingadeildini hava ligið stavn um stavn í stigum. Annað liðið hevur havt mundandi betri málmun, tí tað hevur vunnið stórt í tveimum dystum ímóti einum veikum liði. Hitt liðið hevur havt verri málmun, tí hetta veika liðið ikki møtti til annan dystin. Harvið vann sterka liðið tey trý stigini við málmuninum 0-0. At hetta meiri enn so hevur verið avgerandi fyri, hvagar FM heitið er farið, mettu føroysku fótbóltsfeløgini at vera óheppið, og tí varð greinin broytt á aðalfundinum. Nú ljóðar seinna stykkið í grein 33 í kappingarreglunum fyri fótbólt soleiðis: "Standa tvey ella fleiri lið á jøvnum í stigum, eru innanhýsis dystir avgerandi fyri raðfylgjuna. Stendur framvegis á jøvnum, er málmunurin avgerandi fyri raðfylgjuna. Er málmunurin hin sami, er tað liðið fremst, ið hevur flest vunnin mál. Stendur framvegis á jøvnum, verður nýggjur dystur ásettur at leika á uttanveltaðum vølli. Stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður umdystur leiktur samsvarandi grein 5. stk 2. Er støðan framvegis javnleikur, verður sektarsparkskapping samsvarani grein 5, stk. 5". Hugskotið til broytingina spratt, sum tað er nevnt omanfyri, av umstøðunum í yngru deildunum. Men í reglunum verður einki sagt um, at hetta bara er galdandi í yngru deildunum. Tí er henda greinin eisini galdandi í vaksnamannadeildunum og harvið eisini í bestu deildini. Málini telja minni Tað kann væl vera, at so nógv verður broytt, tá 16. umfarið er liðugt leikt og støðan verður gjørd upp. Men undan umfarinum er tað ikki óhugsandi, at nýggja ásetingin kann fara at hava týdning fyri FM heitið. Hetta verður t. d. støðan, um B68 vinnur á HB, og bæði B68 og HB vinna dystirnar, sum eru eftir at spæla. So fara bæði liðini eftir átjanda umfarið at hava 39 stig. Um vit siga, at B68 vinnur 1-0 á HB, og bæði liðini síðani vinna tvær ferðir 1-0, so fer HB at hava málmunin 36-18, og B68 fer at hava málmunin 41-26. Tað vil siga, at málmunurin hjá HB verður +18, meðan hann hjá B68 verður +15. Men alíkavæl fer henda - framvegis hypotetiska - støðan at bera við sær, at FM heitið endar á Toftum. Tað hevði tað ikki gjørt, um málmunurin hevði verið avgerandi. Men nú eru tað innanhýsis dystirnir, sum fyrst telja, og har er B68 betri fyri. Teir vunnu 4-3 í Gundadali, og sambært hetta roknistykkið vinna teir 1-0 hesa ferð. Nú fáa vit at síggja, um brúk verður fyri nýggja stykkinum í grein 33. Avgerandi verður dysturin í dag, og so teir, ið eru á skránni komandi tvey vikuskiftini. Útivøllurin telur ikki Tað ber væl til at ímynda sær, at FM heitið kann gerast ein kapping ímillum HB og VB, og at kappingin fer at verða avgjørd út frá nýggju ásetingini. HB hevur væl betri málmun enn vágbingar. Málmunurin hjá HB er 34-17 ella +17. Málmunurin hjá VB er 31-18 ella +13. Sambært nýggju ásetingini verður tað HB, sum so vinnur FM. (Aftaná at greinin varð skrivað er málmunurin hjá VB broyttur til +14, meðan málmunurin hjá HB framvegis er +17, blm.). Tað hevur verið nevnt, at mál skorað á útivølli fóru at hava týdning, áðrenn málmunurin fer at gera seg galdandi, men hetta er ikki so. Málini, sum eru skorað á útivølli, hava bara týdning, tá tað snýr seg um uppflytingardystir ímillum deildirnar. Um tað fer at standa á jøvnum í stigum ímillum HB og VB, so fer tað ongan týdning at hava, at dysturin teirra millum í Gundadali endaði 2-2, og at tann í Vági endaði 0-0. Um tað fer at standa á jøvnum í stigum, og um tað fer at standa á jøvnum í innanhýsis dystum, so verður tað málmunurin, ið fer at gera av, hvat liðið skal hava eina hægri endastøðu enn hitt. TB dottið burturmillum 2. deild: TB tapti 3-2 heima á Sevmýri móti NSÍ, og nú eru vónirnar hjá tvørámonnum at vinna sæti í 1. deild ikki so bjartar longur TB-NSÍ 2-3 (2-1) TB hevur elt EB/Streym støðugt alt kappingarárið, men nú tykist sum tvørámenn eru farnir at dragna. Eftir tapið á heimavølli móti NSÍ eru teir á trijða plássi, og møguleikarnir at flyta upp eru nógv viknaðir. Tað sær út til at teir eru farnir at møðast, tí í seinastu trimum dystunum er bara eitt stig fingið til høldar. Merkisvert er eisini, at tveir teir seinastu heimadystirnir eru endaðir við tapi. TB var frammanfyri tvær ferðir leygardagin, men hóast leiðslurnar megnaðu teir ikki at vinna avgerandi dystin. Eins og seinast TB var á heimavølli fóru trý mál ígjøgnum. TB fekk eina sera góða byrjan. Jón Johannesen legði TB framum, bara hálvan minutt eftir at dómarin hevði sett dystin í gongd. NSÍ svaraði tó skjótt aftur, tí bara sjey minuttir eftir fyrsta málið javnaði Petur Hammer. Bergur Djurhuus sendi eitt hornaspark innfyri, og Petur Hammer var fyrst á bóltinum við aftaru stong og fekk beint hann í málið. NSÍ liðið fekk blóð á tonna eftir málið, men hóast leikliga yvirvág spurdist einki burturúr. Ístaðin vóru tað tvørámenn, sum vóru vandamiklari frammanfyri málið. Aftur var tað Jón Johannesen, sum stóð fyri málinum. Hann gjørdist púra leysur í brotsteiginum, og ivaðist ikki men langaði til. 2-1 til heimaliðið, tá fyrri hálvleikur varð spældur, og útlitini vóru tískil góð hjá heimliðnum til seinna umfar. TB tveitti tó alt fyri borð, tá dómarin setti spælið í gongd aftur. Nú vóru tað hinvegin gestirnir, sum tóku stig til at skapa málmøguleikar, og TB fekk ikki ordiliga fótin fyri seg. Stutt inn í seinna hálvleik javnaði NSÍ fyri aðru ferð. Dagfinn Olsen legði innfyri úr høgru síðu, og við handaru stong stóð Magnus Hansen, sum kundi fáa javnvág í roknskapin. TB raknaði heldur ikki við eftir hetta, og leingi sá tað út til, at liðini skuldu fáa eitt stig í part burturúr dystinum. Men í seinasta minutti skoraði Bergur Djurhuus sigursmálið. Hann rak av egnari hálvu, og við brotsteigarmarkið gjørdi hann av at royna seg móti málinum, og tað gav bonus. 3-2 til NSÍ og Bergur Djurhuus var dagsins hetja, sum gav tvørámonnum mønustingin. TB hevur nú ongan møguleika at flyta beinleiðis upp, men enn kunnu teir sleppa at spæla uppflytingardyst. Um ÍF snávar móti EB/Streymi á Mølini næsta vikuskiftið er møguleikin til staðar. TB hevur tó ein sera torføran dyst móti KÍ í Klaksvík næsta vikuskiftið, tí KÍ byrnjar seg í løtuni við landsliðsleikarum. Hinvegin er seinasti dysturin ímóti Royn, sum ikki er tann mest ræðandi mótstøðan beint nú. TB-NSÍ 2-3 (2-1) 1-0: Jón Johannesen 1-1: Petur Hammer 2-1: Jón Johannesen 2-2: Magnus Hansen 2-3: Bergur Djurhuus B36 fann stevið aftur NSÍ kom til Havnar við sjálvsálitinum í hæddini, men tað vóru nakrir nakað nipnir runavíkingar, sum fóru av aftur vøllinum við størsta tapinum í ár B36 - NSÍ 5-0 (1-0) Tað leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, men NSÍ var avgjørt vandamiklari frammanfyri málinum hjá B36, men einki spurdist burturúr teimum stóru málmøguleikunum. Tað var tó B36, sum fekk einasta málið fyri steðgin, og í seinna hálvleiki var einki skil á NSÍ verjuni, og málini skolaðu inn. Sjálvsálitið í lagi NSÍ liðið hevði undan hesum dystinum vunnið fimm av seks teimum seinastu dystunum. Tískil skuldi eingin forðing verið fyri at bast B36, sum hevur verið í ringum sjógvi í seinastuni. Nógvir mans eru farnir úr felagnum, men sunnudagin vístu teir, at tað ber til at klára seg við egnum fólki. Fyrsta korterið var merkt av, at bæði liðini gjørdu áskoðarunum greitt, at tey ætlaðu sær nakað har frammi á vøllinum. Tað var tó B36, sum kanska hevði tey vandamiklaru álopini fyrstu løtuna, og eitt av hesum endaði eisini við máli. Aftasti maður hjá B36, Egil Zachariassen, setti eitt skjótálop í gongd. Hann rak langt inn á hálvuna hjá NSÍ og kom í góða skotstøðu, eftir at hava spælt saman við áleyparunum. NSÍ verjuleikari vardi í fyrstu atløgu, men Egil fekk fatur á bóltinum aftur, og ivaleysur langaði hann til. 1-0 til heimaliðið. NSÍ kendi ikki vitjunartíðina Eftir fyrsta málið tveitti NSÍ tað syndrið av varsemi, sum enn var eftir, og fleiri sera vandamikil álop vórðu sett í verk. Serliga brutu runavíkingar ígjøgnum í høgra borði, har Jens Kristian Hansen spældi, men ongantíð spurdist nakað burturúr. Fyrsta stóra møguleikan hevði Jónstein Petersen, sum tó var eina sponn ov stuttur við aftaru stong, tá sent varð innfyri. Málið var annars opið, og bara ein fótur vantaði á. Sjúrður Jacobsen var á miðvøllinum hjá NSÍ, og hann var sera dugnaligur at koma við í álopsspælið. Hann dugdi væl at koma í góðar støður í brotsteiginum, men royndirnar á málið vóru ikki nakað at reypa av. Hann var tó eisini nær við. Ta einu ferðina bjargaði Fróði Clementsen skotinum, meðan Tróndur blokeraði við beinunum, tá Sjúrður varð spældur leysur av Christian Høgna Jacobsen. Ta seinnu løtuna í fyrra umfari var B36 liðið trýst av NSÍarum, men teir høvdu fleiri kontramøguleikar, men tann seinasta avgerandi sendingin kom ongantíð. Serliga var tað Magni á Lakjuni, sum darvaði B36, tá hann fekk bóltin, men aðrir vóru eisini sekir í hesum. NSÍ var sum heild naskari frammanfyri málinum enn B36, og vóru teir raskir at brodera seg ígjøgnum, men Tróndur var bara tvær ferðir noyddur at vísa síni kynstur fyri steðgin. Christian Høgni Jacobsen lúrdi allatíðina uppá møguleikar, og hann bjóðaði seg eisini nógv til. Tá hálvur varð farin, fekk hann vent sær í málteiginum, men hart kroystur var skotið ov veikt, og Tróndur vardi. Beint fyri steðgin var Sjúrður Jacobsen aftur nær við. Hann kom at standa væl fyri, men skotið bar við stongina og fór útum. NSÍ hevði nógvar møguleikar at skora, men teir megnaðu ikki at fullføra tey mongu álopini. NSÍ fellur í fátt Seinni hálvleikur sá fyrst ikki út til at fara at gerast ein málveitsla hjá heimaliðnum, men tá Egil Zachariassen nakað heppið økti um leiðsluna til 2-0, var alt fokið hjá gestunum, og B36 slapp at hóreiggja sær sum teimum lysti. Einastu royndirnar frá NSÍ vóru nøkur skot langt útifrá, sum ikki vóru vandamikil. Næsta málið kom eftir fimtan minuttir, tá Jákup á Borg fekk fríspark í vinstru síðu. Hann lyfti stutt inn til Magna á Lakjuni, sum tamdi við bringuni og langaði til uppá mál. Hann rakti tó ikki málið, men ístaðin Egil Zachariassen og bólturin smeyg sær upp í hornið. Tveir minuttir seinni sendi Rógvi Róin eina dreymasending fram til Magna á Lakjuni, sum rak inn í brotsteigin og legði tvørturum til Jákup á Borg, ið ótarnaður kundi leggja vertirnar framum 3-0. Eftir hetta var einki um NSÍ, og ferð eftir ferð komu B36arar í stórum tali stormandi oman móti Rúna Joensen, sum hjálparleysur bara kundi hyggja at, meðan bóltarnir fóru inn. B36 hevði óteljandi møguleikar at økja um leiðsluna, tí fleiri ferðir vóru teir í yvirtali, men ofta var tann seinasti bólturin ikki nóg neyvur. Seinastu løtuna bragdaði aftur hjá B36, og Magni á Lakjuni fekk endiliga málið, sum honum hevði staðið í boði fleiri ferðir. Jákup á Borg fann Magna í brotsteiginum, og róliga sendi hann bóltin framvið málverjanum. Seinasta málið fekk Jákup á Borg. Liðformaðurin, Jens Kristian Hansen, fann Jákup, sum uttalaga í brotsteiginum setti fótin á bóltin fyrstu ferð til endaligu støðuna 5-0. B36 avgerð føroyameistaraheitið Í síni heild var dysturin nakað óskipaður, og kom hetta serliga til sjóndar í seinna hálvleiki. Stórir taktiskir veikleikar vóru at síggja hjá runavíkingum, sum ikki spældu allan dystin, men løgdu árarnar inn nakað tíðliga. Tveir teir næstu dystirnir hjá B36 eru móti HB næsta vikuskiftið og VB vikuna eftir. Teir kunnu tískil avgera meistaraheitið, og hesin dysturin er kanska við til at geva teimum sjálvsálitið, so teir kunnu koppa grannunum næstu ferð. B36 hevur einki at spæla fyri, men kanska teir kunnu arga HB. B36-NSÍ 5-0 (1-0) 1-0: Egil Zachariassen 14 2-0: Egil Zachariassen 62 3-0: Jákup á Borg 63 4-0: Magni á Lakjuni 85 5-0: Jákup á Borg 86 Dómari: Niklas á Líðarenda (GÍ) B36: Tróndur Vatnhamar - Egil Zachariassen, Fróði Clementsen, Herbert í Lon Jacobsen - Jens Kristian Hansen, Rógvi Róin, Jan Guttesen, Jákup á Borg, Klæmint Matras NSÍ: Rúni Joensen - Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard - Gert Langgaard, Sjúrður Jacobsen, Brynjálvur Nielsen, Ian Højgaard, Jónstein Petersen - Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen HB komið undan 2. deild: HB vann seg upp úr botninum við útisigri á GÍ, men hinvegin mugu gøtumenn nú ansa sær í botnstríðnum Um fótbólturin verður vigaður í nærdystum og ferð, so nyttaði tað lítið í Sarpigerði leygardagin. Um fótbólturin vektin telur í málmøguleikum og málum, so var talan um fínt undirhald. Undirhaldsvirðið verður gjørt upp í øllum teimum omanfyri nevndu lutunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað var upp og niður. Í løtuni undan steðginum tóktist tað sum um heimaliðið skuldi enda omaná. Fimm minuttir restaðu, tá Heini Heinason, sum arbeiddi nógv, fór til baklinjuna í høgru og spældi til nærra stólpa, har Bárður Heinason stútaði í málið. So var 2-2, og í minuttinum aftaná var tað miðvallarin Omar Pálsson, sum aftur var upp á spæl. Úr átta metrum heilfluktaði hann skrábólt úr høgru frá Heina Heinason upp í nettakið. GÍ var komið framum beinanvegin. Omar Pálsson skoraði, tá hann var leysur í brotsteiginum. Janus Rasmussen og Símun Petur Justinussen mannaðu GÍ miðverjuna saman við Boga Jacobsen. Teir lógu frammarlaga, og tað var matur fyri kviku HB álopsspælararnar Gunnar Mohr og Eyðun Samuelsen, sum skoraðu fýra av teimum seks HB málunum og sum misnýttu fleiri møguleikar - t. d. hevði Gunnar tveir risa stórar møguleikar beint undan steðginum. Eyðun Samuelsen javnaði til 1-1, tá hann krúllaði seg leysan í vinstru og sendi í handara síðunetið. Gunnar Mohr átti annað HB málið við rubb og stubb. Eftir GÍ horna fekk HB formaðurin bóltin á egnum brotsteigarmarki. Hann rak og rak, snýtti annan verjumannin, og tá hin hevði eyguni meiri eftir álopsfelaganum, smekkaði Gunnar í netið aftanfyri Mortan Joensen. Beinanvegin í 2. hálvleiki endurtók Eyðun Samuelsen fyrsta málið hjá sær, og so gekk undan hjá HB, meðan GÍ einki fekk burturúr, sjálvt um teir á heimaliðnum høvdu bóltin nógv. GÍ málverjin má taka ábyrgdina av leiðslumálinum hjá HB, sum aftasti maðurin Sámal Erik Hentze skoraði beinleiðis upp á fríspark næstan av miðjuni. At HB var á odda gjørdi, at heimaliðið gjørdist uppaftur meiri álopshugað, og tað gjørdi, at fyritreytirnar hjá Eyðuni og Gunnari vórðu uppaftur betri. Eyðun økti til 5-3, áðrenn innskifti Ransin Djurhuus sneiddi fleiri av sær og staðfesti sigurin, sum hevur við sær, at HB hevur trygt fyri, at teir varðveita plássið í næstbestu deildini. 2. deild: GÍ-HB 3-6 (3-2) 1-0: Omar Pálsson 1-1: Eyðun Samuelsen 1-2: Gunnar Mohr 2-2: Bárður Heinason 3-2: Omar Pálsson 3-3: Eyðun Samuelsen 3-4: Sámal Erik Hentze 3-5: Eyðun Samuelsen 3-6: Ransin Djurhuus Byrgja uppfyri avlagandi kapping Tað var eftir ynski frá feløgunum, at FSF legði uppskotið um at avmarka møguleikarnar í føroysku landskappingini hjá føroysku avtaluleikarunum uttanlands Uppskotið um at avmarka møguleikarnar í føroysku landskappingini hjá føroyskum avtaluleikarum uttanlands var grundað á tað, sum kom fram, tá Fótbóltssambandið og feløgini í november í fjør hildu fund fyri at eftirmeta farna kappingarárið. Hetta sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF. Nevndin í FSF samtykti at leggja eitt uppskot um hetta fyri aðalfundin, og feløgini samtyktu uppskotið. Tað varð ikki mett at verða rætt, at fótbóltsútisetar broyttu fyritreytirnar hjá feløgunum so seint í kappingini. Tað varð nevnt, at hetta kendist kappingaravlagandi, sigur Ísak Mikladal. Aðalskrivarin í FSF sigur, at nýggja avmarkingin líkist nógv henni, sum danir hava, tá tað ræður um norskar spælarar: Í Danmark er ein regla komin um hetta. Danska kappingin endar seinni enn norska kappingin, og tað verður mett, at tað hevði verið óheppið, um fleiri spælarar frá t. d. Rosenborg høvdu hjálpt einum donskum felag síðstu umførini undan vetrarsteðginum og fyrstu umførini eftir vetrarsteðgin, áðrenn tað aftur verður farið undir landskappingina í Noreg. Ísak Mikladal kennist væl við royndina hjá GÍ at tryggja Sámali Joensen loyvi at spæla við GÍ í tveimum teimum síðstu umførunum. Vit søgdu teimum, at talan skuldi vera um eitt aktuelt mál soleiðis at skilja, at flytingin skuldi vera í mesta lagið einar tíggju dagar eftir 28. juli. Vit søgdu í skrivinum, at teir vóru vælkomnir at kæra okkara avgerð til dómsnevndina, men tað hevur GÍ ikki gjørt. Landsliðsspælarar fáa onga dystarvenjing í tríggjar vikur Føroysku landsliðsspælararnir í Íslandi eru harmir um broytingina í FSF reglunum, sum feløgini samtyktu á aðalfundinum í februar Íslendska landskappingin endaði leygardagin, og harvið hava føroysku spælararnir í bestu deildini í Íslandi ongan møguleika at fáa dystarvenjing, áðrenn teir leygardagin 7. oktober og mikudagin 11. oktober skulu spæla landsdystir í ávikavíst Sveis og Jugoslavia. Hetta er ein sera keðilig støða. Vit kunnu renna, og ivaleyst fáa vit eisini høvi at venja í feløgunum í Føroyum, men vit hava ikki møguleika at spæla dystir. Tað vil siga, at dystarvenjingin verður ikki í topp, tá landsliðið fer av landinum til hesar báðar stórdystirnar. Hetta sigur Sámal Joensen, sum kom til Føroya í vetrarfrí í gjár. Liðfelagarnir hjá honum í Leiftri, Jens Martin Knudsen og John Petersen, eru í somu støðu sum Sámal Joensen. Uni Arge er eitt sindur øðrvísi fyri. Hann er framvegis í Íslandi, har felagið hjá honum, ÍA á Akranesi, fyrireikar seg til steypafinaluna, sum verður sunnudagin á Laugardalsvøllinum í Reykjavík ímóti ÍBV úr Vestmannaoyggjunum. Høvið hjá Una at spæla íslendska steypafinalu ger, at tíðin, sum hann ikki fær høvi til dystarvenjing undan landsliðsferðini til Sveis og Jugoslavia, verður tvær vikur. Eg veit ikki enn, hvussu tað verður komandi ár. Um somu spælararnir halda fram í Íslandi, sum hava verið her í ár, og um vit framvegis verða á landsliðnum, so verða tað fimm landsliðsspælarar, sum um eitt ár fara at vera í somu støðu, sum vit eru í nú, vísir Sámal Joensen á. Leifturs maðurin hugsar umframt um seg sjálvan og liðfelagarnar Jens Martin Knudsen og John Petersen eisini um Una Arge og um Pól Thorsteinsson. Hesin síðsti verður eftir landsdystirnar í Sveis og Jugoslavia leysur av leikbanninum, sum UEFA gav honum eftir landsdystin í Kekkia fyri einum ári síðani. Eftir dystin ímóti Danmark fyri einum góðum mánað síðani gav Allan Simonsen til kennar, at hann avgjørt ætlar at lima Pól Thorsteinsson aftur í landsliðshópin. FSF segði nei Sámal Joensen hevði verið áhugaður at spælt tvey tey síðstu umførini í føroysku kappingini, og GÍ hevur verið áhugað at brúka miðvallaran.. Gøtumenn royndu í juli at skipa so fyri, at Sámal kundi spæla við teimum, tá íslendska kappingin var liðug, men tað gekk ikki. Í ásetingunum hjá FSF, sum vórðu samtyktar á síðsta aðalfundi, og sum tað verður víst til í hesum sambandinum, verður sagt, at "Føroyskur avtaluleikari uttanlands kann bert fáa loyvisbræv til at leika í Føroyum, um umsókn um hetta verður latin kappingarnevndini í seinasta lagið 28. juli í kappingarárinum. Við umsóknini skal fyriliggj skrivlig váttan frá avtaluleikaranum og felagnum, hann er avtalubundin við, um ætlaðu flytingina". GÍ sendi undan 28. juli skrivliga váttan frá Sámali Joensen og Leiftri um, at tað var við teirra samtykki, at GÍ bað um loyvi at brúka Sámal eftir at íslendska kappingin var liðug. Men kappingarnevndin svaraði, at ásetingin skuldi skiljast soleiðis, at flytingin skuldi vera beinanvegin eftir 28. juli. Hetta var tað, sum var umrøtt og samtykt á aðalfundinum, og sjálvt um hetta ikki beinleiðis sæst í orðingini, so hevur kappingarnevndin valt at tulka orðingina, soleiðis sum tað varð ætlað við nýggju ásetingini. Vit í Íslandi halda, at hetta er ein trupulleiki fyri okkum og eisini fyri landsliðið. Tað eru tveir mátar at loysa trupulleikan uppá. Annar er, at eingir landsdystir verða lagdir seinni enn í september. Tí er FSF og føroyskur fótbóltur ikki harri yvir. Hin mátin er at geva okkum loyvi at spæla síðstu umførini í Føroyum. Ta avgerðina eiga føroysku fótbóltsfeløgini einsamøll. Tað eru jú tey, sum mynda Fótbóltssambandið, heldur Sámal Joensen. Er eingin møguleiki fyri, at tit kunnu fara aðra staðni at spæla aftaná at íslendska kappingin er liðug? Tað gera fleiri íslendingar, og vit hava eisini dømi um, at føroyskir spælarar hava verið í feløgum aðra staðni. Men tað er ikki sum at siga tað, og tað hevði ivaleyst kenst undarligt, um vit roknaðu við, at útlendsk feløg skuldu givið okkum kjans, tá føroyska landskappingin ikki vil vita av okkum. Men í Sveis og Jugoslavia fara øll at vóna og rokna við, at vit vera væl fyri, sigur Sámal Joensen, sum komandi vikurnar fer at venja við GÍ og sum fer at hyggja at, tá teir sunnudagin fara at spæla á heimavølli ímóti FS Vágum og annan leygardag fara á Svangaskarð. Milliónin hongur framvegis í leysum lofti B68 haltar eitt sindur aftanfyri VB og HB, sum eru í so mikið tøttum stríði um FM heitið, at tað væl er hugsandi, at nýggju reglurnar um innanhýsis dystir fara at gera av, um milliónin skal enda í Vági ella í Gundadali Tað er framvegis stórur spenningur í toppinum í fótbóltslandskappingini. Javnleikurin á Svangaskarði hevði við sær, at B68 er trý stig aftanfyri HB og VB, sum liggja stavn um stavn í oddinum. Tvey umfør eru eftir. Sunnudagin eigur HB heimadyst ímóti B36 (eingin fyrimunur er av heimavøllinum, men inntøkurnar munnu verða kærkomnar í HB húsinum), meðan B68 fer at spæla toppdyst í Vági. Annan leygardag skal VB í Gundadal at spæla ímóti B36, meðan HB skal suður til Sumbiar. Tá fær B68 vitjan av GÍ. Nógvir tímar verða í hesi vikuni nýttir at skifta orð um, hvat liðið eigur lættastu dystirnar á. Vágamenn vunnu fyri fyrstu ferð síðani 24. juni, tá B68 tapti 3-2 í Sørvági. FSV sigurin hevur við sær, at sumbingar eru niðastir. Um Sumba í síðsta umfarinum fer at spæla fyri at sleppa av aftasta plássinum, so verður tað torførari hjá HB á Krossinum, enn tað verður, um Sumba einki hevur at spæla um. Fyri sumbingar hevði tað verið heilt skemtiligt at spælt FM heitið upp í hendurnar á grannunum í Vági. At fáa túsund havnarmenn og hálva Vágs bygd á vitjan (hin helvtin verður í Gundadali og stuðlar VB ímóti B36) hevði givið nógv í kassan, og so hevði hetta ivaleyst verið ein søga, sum neyvan hevði verið niðurafturløgd í grannaskemtinum. FM vinnarin fær eina millión frá UEFA. Enn hongur milliónin í leysum lofti, men nú tað resta tvey umfør bendir mest sum alt á, at hon fer at seta seg í HB húsinum í Gundadali ella í VB húsinum á Vágs eiði. Reglarnir Á Svangaskarði skemtaðu HB áskoðarar sær við, at teir hava b a r a B36 og Sumba eftir. HB vinnur mest sum altíð á B36, men stórsigurin hjá árstalsfelagnum á NSÍ boðar frá, at viljin er ikki heilt burtur hjá teimum í B36, sum hava verið í stórum aldubrotum síðstu tíðina. Um HB snávar, so fara toftamenn aftur at hava FM møguleika. Men eftir 16. umfar eru tað fyrst og fremst HB og VB, sum kappast um meistaraskapin. Eitt sindur av iva var sunnukvøldið um, um tað er HB ella VB, sum er fremst. Síðsta týsdag nevndu vit, at tað kundi koma soleiðis fyri, at 2-2 javnleikurin hjá VB í Gundadali ímóti HB kundi gera teir til føroyameistarar, tí at dysturin á Vágs eiði ímillum VB og HB endaði málleysur. Hetta varð skrivað út frá at mál skorað á útivølli eru avgerandi, um tað stendur á jøvnum. Í útvarpinum varð sunnukvøldið víst til eina grein í B68 leikskránni, sum snúði seg um henda spurningin. Nógv fótbóltshugað, sum lesa Sosialin, vóru ikki á Svangaskarði. Tí endurgeva vit - við loyvi frá B68 - brot úr greinini, sum snúði seg um júst henda spurningin. Niður og upp Í botninum er stórur spenningur. Eftir FS Vágar sigurin á B71 er Sumba á aftasta plássinum, sum ber beinleiðis niðurflyting við sær. Sumbingar skulu til Runavíkar, áðrenn teir fáa vitjan av HB, og FS Vágar skal vitja GÍ, áðrenn teir runda av ímóti KÍ á heimavølli. Felags fyri bæði GÍ og KÍ er, at avrikini boða frá lítlum íblástri, tí liðini hava einki at spæla fyri. NSÍ liðið fór til Havnar longu leygardagin, men avrikið ímóti B36 var lítið sannførandi. Tí er tað als ikki óhugsandi, at bæði Sumba og FS Vágar fara at fáa eitt sindur meiri í stigapjøkan, enn tey hava fingið higartil í ár. EB/Streymur hevur mest sum tryggjað sær beinleiðis uppflyting. Í løtuni eru fuglfirðingar á plássinum, sum ber rættin at spæla um eitt pláss í bestu deildini við sær. Avrikið leygardagin ímóti Royn, sum er á veg í 3. deild, gav als ongar ábendingar um, at ÍF hevur 1. deildarstøði. Men í tveimum dystum um eitt pláss má roknast við øllum møguleikum. Leygardagin fær EB/Streymur vitjan av ÍF, meðan TB, sum framvegis hevur ein møguleika at røkka næstfremsta plássinum, skal til Klaksvíkar. Enn er púrt einki avgjørt 1. deild: VB tók øll stigini suður aftur við sær úr Gøtu, og nú tvey umfør resta at spæla, fær spenningurin í landskappingin valla verið størri GÍ-VB 2-3 (1-1) Var tað nakar gøtumaður, sum hevði orsøk at vera nøgdur eftir dystin sunnudagin, mundi tað vera kassameistarin hjá GÍ. Góða úrtøkan hjá VB higartil í ár hevði fingið hópin av vágbingum at leggja leiðina norðureftir, soleiðis at stuðulin til fótbóltsspælararnar kundi verða so týðiligur sum gjørligt. Tað skal eisini leggjast afturat, at áskoðararnir so sanniliga eisini fingu nakað fyri peningin. Dysturin var kanska ikki millum teir best spældu hetta kappingarárið, men fleiri mál komu, nærdystirnir vóru nógvir og tættir og móti endanum kom eisini rættur dramatikkur upp í spælið, so alt í alt mundi talan vera um ein undirhaldandi dyst. Tyngt av nervum Tað var annars heimaliðið, sum legði best fyri sunnudagin. Uttan at talan tó var um flótandi fótbóltsspæl, megnaðu teir í fleiri førum at halda bóltin hampuliga leingi í egnari røð, og onkuntíð tóktist teir eisini at hótta Bjarna Johansen í VB-málinum. Serliga var tað Helgi L. Petersen, sum royndi at seta ferð á, men eisini av miðvøllinum kom stuðul upp til álopsleikararnar, og vóru tað tá serliga Magni Jarnkor og Súni Olsen, sum gjørdu um seg. VB tóktist hesa løtuna sera fjáltursstungnir, og millum lítið og einki hekk saman fyri teirra viðkomandi. Vanliga trygga verjan bakkaði fleiri ferðir eftir hæli, samanspæli á miðjuni riggaði als ikki, og tá verður eisini trupult hjá framherjunum, sum høvdu sera ringar arbeiðsumstøður. Tí lág tað líka sum í luftini, at GÍ skuldi leggja seg á odda, og eftir eitt korter, fingu teir eisini eitt upplagt høvi til hetta. Helgi Petersen stakk bóltin inn um verjuna til álopsfelagan, Hans Pauli Petersen, og heldur óneyðugt varð hesin feldur av Eyðuni Joensen. Brotssparkinum tók Súni sær av, og hann gav ikki Bjarna nakran serligan møguleika at forða fyri málinum. VB slapp upp í aftur Hóast gøtumenninir ikki vóru heilt so ágangandi, eftir at teir høvdu lagt seg framum, so tóktist teir sum so at hava gott tamarhald á støðuni. Framvegis hekk einki saman hjá mótstøðumonnunum, og málmøguleikar komu gestirnir so als ikki til. Ikki fyrr enn teir um miðjan hálvleikin fingu eitt brotsspark, sum var minst líka so óneyðugt og tað, ið gøtumenn løgdu seg á odda við. Í eini roynd at sleppa framvið trimum gøtumonnum, varð Robert Cieslewicz varð feldur av Pól Ennigarð. Brotssparkinum tók Krzystof Popczynski sær av, og hóast Hallur valdi rætta síðu, so megnaði hann ikki at verja fyri. Við málinum fekk VB eitt kærkomið høvið at koma við aftur í dystin, og hesu ferð tóku teir av. Restina av hálvleikinum vóru teir væl við í spælinum, og fleiri ferðir varð nú talan um vandamiklar støður framman fyri GÍ málið. Mál kom tó ikki fyri hálvleikssteðgin, men VB nýtti ikki nógvar minuttir í seinna hálvleiki at leggja seg á odda. Nakað framman fyri miðlinjuna sendi Tórður Holm fríspark inn fyri úr vinstru síðu. Markeringarnar í GÍ verjuni tóktust ógvuliga leysar, og uttan at verða stórvegis órógvaður kundi Milan Kulic temja bóltin niður til ein púra leysan Robert Ciesliwicz, sum ótarnaður langaði bóltin í netið. Gí kundi avgjørt Eins og gøtumenn tóktust tað í fyrra, varð tað sum um ferðin nú fór nakað av VB spælinum, og heilt skjótt byrjaðu gøtumenn aftur at gerast naskari. Kanska átti GÍ sína bestu løtu í dystinum um júst hetta mundi, og umframt at skjóta seg upp á javnt, høvdu teir eisini møguleikar at leggja seg á odda. Útjavnandi málið kom, eftir at Henning Jarnskor slapp sær ígjøgnum høgra verjuborð hjá vágbingum. Frá baklinjuni varð bólturin lagdur út frá til Áslak Petersen, sum hevði góðar stundir at leggja bóltin til rættis áðrenn hann langaði hann móti málinum. Útsýni hjá Bjarna var helst ikki av tí besta, so hann fekk so at siga einki gjørt fyri at verja fyri. Sum nevnt, so áttu gøtumenn sína bestu løtu um hetta mundi, men spakuliga kom VB aftur við í dystin, júst soleiðis sum gøtumenn sjálvir vóru tiltiknir fyri at gera í gullárum sínum. Tað var serliga í kvikum mótálopum, at gestirnir vóru vandamiklir, og tað var eisini eftir eitt slíkt, at avgerandi málið varð skotið. GÍ misti í uppspælinum til Jón Paula Olsen, sum av miðjum vølli setti ferð á oman móti baklinjuni. Eftir at hava sett Áslak av sær, legði hann bóltin innfyri, har leikandi venjarin hegnisliga fekk tikið bóltin niður, áðrenn hann sendi flatt við nærmasta stólpa. Frøin var sjálvsagt ovurstór á vágbingum, og hóast tað enn restaði meira enn hálvur hálvleikur, so tóktist tað, sum um málið tók luftina frá gøtumonnum. Ferðin á spæli teirra kom ongantíð upp aftur, og hóast onkur innlegg vóru um reppið at skapa vandastøður, so varð talan ikki um nakrar veruligar málmøguleikar, tað sum eftir var av dystinum. Magni misti høvdið Sum nevnt, so var spenningurin alla tíðina til staðar í dystinum, og var tað fyrst og fremst hesin, sum bar undirhaldsvirðið á dystinum uppi. Móti endanum av dystinum kom tó rættuligur dramatikkur í, tá dómarin sá seg noyddan at reka tveir leikarar av vølli. Eftir at fríspark varð dømt móti Milan Kulic, vildi hesin ikki geva bóltin frá sær. Fleiri leikarar frá báðum pørtum komu upp í rokan. Dómarin metti, at ringastu syndararnir í hesum vóru Magni Jarnskor og Milan Kulic, og tá báðir áttu gult kort frammanundan, viðførdi seinna kortið samstundis ostaskorpuna. At spælarar fáa reyð kort, er í sjálvum sær átaluvert, men atburðurin hjá Magna eftir útvísingina líkist snøgt sagt ongum. Møguliga hevði hann rætt í, at tað var skeivur maður, sum fekk reyða kortið, men tá Milan ikki var nóg skjótur av vøllinum, tók Magni málið í egnar hendur. Hann gjørdi ikki mætari enn at fara inn aftur á vøllin, og toga troyggjuna av VB-leikaranum. Tað má sigast at vera stórt spell, at slíkur atburður fer fram á einum ítróttavølli, og ikki minni, tá talan er um leikara, sum umframt at vera liðskipari á egnum liði eisini hevur borið armbindið á landsliðnum. Slíkur leikari skuldi helst verið fyrimyndin hjá ungum leikarum, men atburðurin í hesum føri var alt annað enn fyrimyndarligur. Hvussu var og ikki, so broytti hetta tó einki um støðuna í dystinum, og tað vóru fegnir vágbingar, sum eftir dystin tustu inn á vøllin. Saman við úrslitinum av Toftum hildu teir, at nú var VB aftur á odda í fremstu deildini, men sum tað sæst aðra staðni í blaðnum, so er tað tó ikki soleiðis. GÍ-VB 2-3 (1-1) 1-0: Súni Olsen 18 (br.) 1-1: Krzystof Popczynski 27 (br.) 1-2: Robert Cieslewicz 49 2-2: Áslakur R. Petersen 56 2-3: Krzystof Popczynski 63 Dómari: Lassin Isaksen (KÍ) GÍ: Hallur Hansen - Jóan Petur Olsen, Poul Ennigarð, Leivur Hansen - Áslakur Petersen, Súni Olsen, Magni Jarnskor, Poul Henning Jacobsen, Henning Jarnskor - Hans Pauli Petersen, Helgi L. Petersen VB: Bjarni Johansen - Jón Gærdbo, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen - Palli Augustinussen, Tórður Holm, Michael í Lágabø, Milan Kulic, Jóan Pauli Olsen - Robert Cieslewicz, Krsystof Popczynski Vónin kom aftur til Vágoynna Eftir at teir hava verið púra sørir síðani summarstegðin, bragdaði endiliga hjá vágamonnum, sum við sigrinum á B71 lyftu seg av botninum Undan dystinum skrivaðu vit her í blaðnum, at talan eftir øllum at døma var um seinasta útkall fyri FS Vágar. Enn er kappingin ikki liðug, men fingust stig ikki burtur úr heimadystinum móti B71, tóktist ilt at síggja, hvaðani stigini skuldu koma. Í fyrra hálvleiki var tó lítið, sum bendi á, at tað júst var í hesum dysti, at ein møgulig bjarging skuldi finnast. Heimaliðið byrjaði kanska betri, men so við og við tóku gestirnir yvir, og hóast tað sum so ikki gjørdist talan um nakrar stórar málmøguleikar, so áttu sandoyingarnir alt trýstið. Um miðjan fyrra hálvleik gav trýstið eisini úrslit, men sum skilst á lagnum fingu sandoyingarnir tá eisini góða hjálp frá Remigius Mikocionis. Julian Florescu dróg nakað við bóltinum, áðrenn hann sendi tvørbólt til Høgna Hansen. Remigius var ávegis út eftir bóltinum, og allarhelst hevði hann fingið fatur á honum, men brádliga skifti hann ætlan, og bakkaði inn aftur í málið. Úrslitið varð, at Høgni brádliga gjørdist púra leysur og einsamallur við málverjanum kundi hann senda bóltin í netið. Nakað seinni hevði Eli Hentze ein líknandi møguleika, men hann varnaðist ov seint, at Remi var komin í millumstøðu, so tá Eli royndi at lobba, var Remi komin aftur upp á pláss. Hvat vágamenn høvdu fingið at vita í hálvleikinum, er ilt at siga, men undir øllum umstøðum tóktist liðið fulolkomuliga broytt, tá teir fóru á vøllin til seinna hálvleik. Í nærdystunum tóktust teir nú nógv grammari, og tað at Birgir varð settur í álopið viðførdi, at heimaliðið fekk betri tak á luftrúminum. Tað var eisini úr luftrúminum, at útjavnandi málið há heimaliðnum kom. Hornaspark varð sent innfyri, og Birgir fekk sett pannuna á, so bólturin fór sendandi í málið. Nakað seinni fekk heimaliðið avgerandi málið, og hóast tað tóktist heldur rótut, so man tað ikki nerta við gleðina um sigurin. Eftir at fríspark varð sent innfyri, varð bólturin fyrst sendur høgt upp loft, og tá hann so datt niður millum vinir og fíggindar, var Hannus Olsen skjótur at smekka til. Waldemar sá valla, hvat gekk fyri seg, og spurningurin er helst, um tað hevði hjálpt nakað. Málini øktu sjálvsagt um sjálvsálitið hjá vágamonnunum, og eftir hvat skilst, var tað nærri við, at heimaliðið økti um munin, heldur enn at gestirnir minkaðu. Bjargingin hómast At kalla sigurin fyri tiltrongdan, man helst vera ein undirmeting av teimum heilt stóru. Hóast dystirnir ikki verða spældir á pappírinum, so mundi hetta vera dysturin, har vágamenn sóu sær størstan møguleika at vinna stig, og fyri bjargingarroyndina var tað tí av alstórum týdningi, at sigurin kom til høldar. Styrktir í støðu síni kunnu vágamenn nú gera seg til teir báðar seinastu dystirnar, og hóast hvørki GÍ ella KÍ ljóðar av eini lættari uppgávu, so kann tað tó vera til fyrimuns fyri vágamenn, at hvørgin av hesum hevur nakað at spæla. Harafturat skal leggjast, at júst KÍ og GÍ hava havt tað sera trupult móti FS Vágum, og henda sannroynd eigur í øllum førum at stuðla upp undir trúnna um yvirliving hjá vágamonnum. Ein týdningarmikil liður í øllum hesum er tó eisini, um Tór-Ingar Akselsen verður førur fyri at taka lut í teimum báðum seinastu dystunum. Sunnudagin var hann enn ikki komin fyri seg eftir skaðan, sum hann fekk móti B36, men sum skilst, vóna vágamenn, at hann verður førur fyri at spæla komandi vikuskiftið. FS Vágar-B71 2-1 (0-1) 0-1: Høgni Hansen 28 1-1: Birgir Joensen 59 2-1: Hannus Olsen 68 FS Vágar: Remigius Mikicionis - Eyðfinn Fjalsbak, Zylvanius Zudis, Heðin Joensen - Kim Poulsen, Hannus Olsen, Igoris Kirillovas, Albert Ari Thomassen, Rimvydas Bakus - Sonni Johansen, John Johansen B71: Waldemar Nowicki - Bergleif Sólsker, Jón Brekku, Jógvan Jón Petersen, Bernhard Petersen - Kári Nielsen, Julian Florescu, Bjørn Thorsteinsson- Machael Jørgensen, Eli Hentze, Høgni Hansen Lítið sannførandi hjá ÍF 2. deild: Hóast hvalbingar einans vóru 10 fyrra umfarið, fekk ÍF ikki hol á fyrr enn í seinna hálvleiki Fuglfirðingar eru best fyri í stríðnum um møguleikan at spæla um eitt pláss í bestu deildini. Teir í Fuglafirði vóru í bestu deildini í fjør. Mótsatt flestu av hinum liðunum í næstbestu deildini hava teir í ÍF leikskrá, sum ivaleyst gevur eitt fitt íkast til raksturin og sum boðar frá eitt sindur av 1. deildarsniði. Áhugin fyri leygardagsfótbólti tykist vera lítil í Fuglafirði, og avrikið ímóti Royn boðaði avgjørt ikki frá 1. deildarstøði. Allan 1. hálvleik vóru hvalbingar bara tíggju á vøllinum. Teir høvdu ongan á beinkinum, og síðsti útispælarin, sum ikki tóktist hava vant í heilt langa tíð, kom ikki á vøllin fyrrrenn eftir steðgin. Ivaleyst kunnu hvalbingar skemta sær við, at teir áttu at spælt við tíggju monnum alla tíðina. Tí so leingi, sum teir vóru undirmannaðir, gekk heilt væl. ÍF hevði bóltin mest sum allan 1. hálvleik. Teir løgdu stórt trýst á miðverjuna hjá Royn, sum var mannað við Óla Jensen, Tóroddi Niclasen og Regini Thomsen, og teir høvdu eina rúgvu av møguleikum ímóti málinum hjá Bjarna á Hólalagi, men heimaliðið fekk ikki hol á. Og so hendi tað, sum er so væl kent í fótbólti. Royn fekk fimm minuttir undan steðginum bóltin fram ímóti ÍF málinum, og tað eydnaðist Allani Michelsen at fáa mál. Í 2. hálvleiki royndi ÍF at toga spælið út í síðurnar í staðin fyri bara at oysa bóltin í brotsteigin, og tá sekundvísarin var á veg runt aðru ferð, var javnt. Eyðun Ryggshamar streyk ígjøgnum í høgru, og Rúni Petersen, sum á ÍF miðvøllinum hevði størstu tyngdina, inntil hann eitt korter undan leikloki varð skiftur út, smekkaði úr tólv metrum flatt í málið. ÍF kom framum, tá ein tími var farin. Vongverjin í høgru, Torstein Joensen, heilfluktaði við nærra stólpan, eftir at Bárður á Lakjuni hevði lagt neyvt innfyri úr høgru. Níggju minuttir seinni staðfesti Mortan Thomsen heimasigurin við skoti úr 22 metrum. Støðan uppstóð, eftir at Royn verjan hevði roynt at rekja eitt tvey samanspæl millum Bárð á Lakjuni og innskifta Høgna á Lakjuni upp. Bólturin sat dygst undir samankomingini. Í 2. hálvleiki hevði Royn ein møguleika. Støðan var 1-1, tá spælandi venjarin, Zoran Mancic kom leysur, men Erling Joensen bjargaði. jh ÍF-Royn 3-1 (0-1) 0-1: Allan Michaelsen 40. 1-1: Rúni Petersen 47. 2-1: Torstein Joensen 60. 3-1: Mortan Thomsen 69. Ferðmikið og dramatiskt á Svangaskarði Heimaliðið hevði veldugan møguleika at økja til 2-0, áðrenn HB trýstið bar sera týdningarmikla útjavnandi málið við sær Eitt tað størsta dramaið í hesum kappingarárinum var tað, tá HB við stórum fylgi var á Svangaskarði. Fótbóltsspælið var bara í løtum á tí støðinum, sum tað hevði klætt einum toppdysti í 1. deild. Men undirhaldsvirðið var alíkavæl fínt. Spenningurin var í høddini alla tíðina. Tað var ikki fyrrenn Suni Johansen, sum greiddi torføra setningin væl og sum í ár hevur víst, at hann er nógv mentur sum dómari, bríkslaði fyri síðstu ferð, at áskoðararnir kundu taka tað meiri róliga. Fyri B68 var tað ikki nóg mikið at fáa eitt stig. Út frá dystargongdini áttu toftamenn ikki at vera misnøgdir við javnleikin, men kortini er tað væl skiljandi, at teir iðraðu seg nógv um, at teir so at siga mistu sigurin. B68 málið og møguleikin B68 kom á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki. Málið var eitt fantastiskt einmansavrik av toppskjúttanum í 1. deild. Hann eitur Marcello Marcellino. Eftir innkast í vinstru fekk Marcello bóltin so at siga á baklinjuni. Hann gjørdi tunnil á ein av verjuspælarunum, áðrenn hann sneiddi ein av sær afturat, og tá vinkulin var vorðin nóg stórur, smekkaði hann flatt við nærra stólpan. Bárður Johannesen fekk fótin á, men kundi ikki verja meiri enn so, at bólturin fór upp í nettakið, og toftamenn á og kring vøllin frøddust. Síggja vit burtur frá hesum møguleikanum - í veruleikanum var ikki talan um møguleika - so hevði B68 bara ein annan stóran málmøguleika, men tað var vorðið sum møguleiki: Í stórum og drúgvum HB trýsti sendi Marlon Jorge, sum longu í 1. hálvleiki hevði loyst skadda Jan Petersen av, langan bólt fram á vøllin. Hans á Lag tóktist um miðstrikuna at hava tak á, men á váta og hála vøllinum stakk bólturin afturum HB miðverjan. Súni Fríði Johannesen, sum hevði tað torført ímóti gomlu liðfeløgunum, gjørdist púra leysur. Eftir miðásinum setti hann kós ímóti málinum, og tá hann var komin í brotsteigin og við Hans á Lag einar tveir metrar aftanfyri seg sendi hann til vinstru fyri seg sjálvan. Bárður Johannesen tóktist mest sum hava tveitt seg, áðrenn B68 maðurin royndi at skjóta, og so var hornaspark í staðin fyri 2-0 til B68. Stríðið á miðvøllinum Toppdysturin á Svangaskarði fær ikki vakurleika virðisløn. Áskoðararnir sóu tvey lið, sum eru í sera góðari fysiskari venjing, leggja alla orku í. Har vóru nógvir nærdystir á jørðini og í luftini. Í løtum hekk spælið saman, men ofta vóru sendingarnar skeivar. B68 royndi við fleiri diagonalbóltum úr høgru og í hitt borðið, men tað var bara hendinga ferð, at tað kom nakað burturúr góðu royndunum, tí háli vøllurin setti serliga stór krøv til neyvleikan. Ofta verður havt á munni, at spælararnir tey seinnu árini eru vornir kropsliga nógv betri fyri, enn teir vóru fyrr, men at bóltførleikin og harvið samanspælið ikki hevur fylgt við. Toppdysturin á Svangaskarði var góð ábending um hetta. Ofta var plássið, sum tað varð spælt á, ov lítið, og tí gjørdust nógvar støður ov órudduligar. Fróði Benjaminsen var meiri eyðsýndur hjá B68, enn hann hevur verið undanfarnu ferðirnar, meðan tað heldur ikki hesa ferð eydnaðist Øssuri Hansen - Ingi Rasmussen var ofta tætt í honum - at skap tað eyka yvirskotið, sum fyrr á árinum hevur givið B68 nógv mál og harvið fleiri stig. Andrew av Fløtum var fyrstu løtuna sera væl upplagdur í vinstru álopssíðu hjá HB. Eftir at hava sneitt framvið tveimum hevði hann eina knallandi góða skotroynd, men Magnus Poulsen í B68 málinum, sum hevur ment seg til ein tann besta málverjan í føroysku kappingini, var sum ein køttur niðri við stólpan og bjargaði. Í 2. hálvleiki var vinstra álopsborðið hjá HB púra burtur. Í høgru var Allan Mørkøre sera framrættaður, men hann hevði stórar trupulleikar at koma framvið Jákupi Djurhuus, sum spældi væl á vinstra vongverja. Allan hevði fleiri langskotroyndir, sum fóru við síðuna av. Og tá støðan framvegis var 1-0 fekk hann - eftir B68 kiks í uppspælinum - ein fínan møguleika inni í brotsteiginum, men skotið fór omanfyri. HB málið Í 2. hálvleiki gekk tað mesta fyri seg á B68 hálvuni, men tað stóðust heilt fáir upplagdir møguleikar burturúr. Heimaliðið drálaði tað, sum teir fingu loyvi til, og tolið hjá gestunum var ikki nóg gott. Nógvir krossbóltar komu í brotsteigin, men Jan C. Dam, Oleif Joensen og serliga Arnbjørn Danielsen, sum vísti sera sannførandi avrik, vunnu mest sum hvørja ferð. Tað lá í luftini, at HB skuldi fáa mál. 70 minuttir vóru farnir, tá Súni Fríði Johannesen var púra blankur. Skelkurin tóktist gera, at teir settu ferðina eitt vet meiri upp, men málið fingu teir faktistkt burturúr ongum. Eftir eitt av fleiri góðum hornasparksinnleggum frá innskifta Róa Árting, fekk B68 verjan út úr brotsteiginum. Har stóð Ingi Rasmussen, og sambært HB formannin, Gunnar Mohr, hevur verjukendi miðvallarin, sum avgjørt ikki hevði fingið kjansin sum málskjútti, ongantíð fluktað so reint, sum hann gjørdi hesa ferð. Nógv fólk var frammanfyri Magnus Poulsen, sum ikki sá bóltin fyrrenn hann lá í netinum. Men hann hevði ikki farið í málið, um Hans á Lag ikki hevði rættað kósina á honum, søgdu toftamenninir. HB menninir søgdu ikki so nógv um tað. Teir vóru ovurfegnir um javnleikin, sum styrkti um teirra møguleikar at vinna FM heitið. jh B68: Magnus E. Poulsen - Jan Petersen, Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Oleif Joensen, Jákup Djurhuus - Fróði Benjaminsen, Eyðstein Skipanes, Øssur Hansen - Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino HB: Bárður Johannesen - Jóhannes Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus M. Joensen - Allan Mørkøre, Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen - Jón Rói Jacdobsen, Andrew av Fløtum Gott lag á Hans Miðverjin Hans á Lag hevði síðsta fótin á, tá HB javnaði, men hann leggur einki í tað, um Ingi Rasmussen verður skrásettur fyri málið Magnus Poulsen var framúr góður í B68 málinum. Hann hevði fleiri góðar bjargingar. Tá HB javnaði sá málverjin bóltin ov seint til at bjarga, og sambært málverjan sjálvan er tað sera ivasamt, um bólturin hevði farið í málið, um Hans á Lag ikki hevði bent honum eitt vet vestureftir. Jú tað er satt, at eg nart við bóltin. Tað var eftir hornaspark, og tá bólturin fór út frá og ingi fluktaði, vendi eg ímóti honum. Eg toygdi meg alt, sum eg var mentur, og eg nart akkurát við bóltin. Var tað so tú, sum skoraði? Tað fari eg ikki at gera av. Nú havi eg sagt tær, hvussu tað gekk fyri seg, sigur Hans á Lag, sum var sera fegin um útjavnandi málið. Tað var um reppið, at tveir kiksarar hjá mær í 2. hálvleiki kostaðu øll stigini. Fyrst misti eg bóltin til Súna Fríða Johannesen, sum royndi at spæla tvørturum til púra leysan Marcello. Tíbetur miseydnaðist tann sendingin og kanska skuldi Súni Fríði havt roynt sjálvur ímóti málinum. Í seinna førinum stiklaði bólturin frá mær á váta vøllinum. Tað lætnaði, tá Bárður Johannesen bjargaði royndini hjá Súna Fríða. Eg haldi, at Bárður tveitti seg, áðrenn Súni Fríði sendi bóltin móti málinum, sigur Hans á Lag, sum var eitt vet aftanfyri B68 mannin. Fyrstu ferð í trý ár Ingi Rasmussen var fegin um útjavnandi málið. Eg rakti bóltin sera væl, men eg sá væl, at Hans nart við hann. Um bólturin hevði farið innanfyri stólpan, um Hans ikki hevði nortið við hann, tað veit eg ikki, sigur Ingi Rasmussen. Men tú skorar ikki á hvørjum ári? Eg havi ikki reiðiliga talið. Eg spældi fyrstu ferð á 1. liði í 1986. Fyrsti dysturin var ímóti KÍ í Gundadali, og Jan Dam spældi eisini fyrsta dystin tá. Eg var niðri í nøkur ár, men eg havi spælt nógvar dystir í HB, og eg haldi, at samlaða máltalið er okkurt um fimm. Síðst eg skoraði var í Sumba í 1997. So tú vilt fegin eiga hetta málið? Eg skilji, at Hans og eg eru samdir um, hvussu tað gekk fyri seg, og so mugu onnur um at gera av, hvør skal skrásetast fyri málið. Vit eru báðir sera fegnir um, at tað eydnaðist okkum at fáa eitt stig. Nú kunnu vit sjálvir gera av, um vit skulu vinna FM, og tað er í hesum sambandi tað mest týdningarmikla, sigur Ingi Rasmussen. jh B36 spældi bert í 90 minuttir 2. deild: Meðan B36 bert spældi í 90 minuttir, nýttu teir úr EB/Streymi eykatíðina til at avgera dystin B36-EB/Streymur 1-3 (0-1) Tað mundi vera ein løgin kensla, sum B36 leikararnir høvdu, tá teir leygardagin fóru av vøllinum. Mótstøðulið teirra, sum eftir øllum sólarmerkjum at døma verður í bestu deildini komandi ár, hevði júst víst teimum týdningin av, at ein fótbóltsdystur varar til dómaran hevur latið seinasta bríkslið fara. Bæði í fyrra og seinna hálvleiki hevði B36 nevnliga hildið gestunum frá málinum í trý korter, fyri síðani at lata teir skora, beint áðrenn farast skuldi í skiftingarrúmið. Uppiborið Tá hetta er sagt, skal samstundis leggjast afturat, at sigurin hjá EB/Streymi var fult uppiborin. Serliag í fyrra hálvleiki var yvirtakið stórt, men tað var tó leingi líkt til, at tað ikki vildi eydnast um umseta yvirvágina til málmøguleikar. Álopið við Jón Sigurd Gleðisheygg og Brian Jensen vann nógvar nærdystir, men tað var so sum so við neyvleikanum á atsóknunum, og hevði bólturin kós móti málinum, stóð Pól N. Joensen aloftast á røttum stað. Tá tað so endiliga brast fyri nev móti endanum av hálvleikinum, noyðist B36 verjan at átaka sær ein part av skuldini fyri málið. Eitt innkast varð tveitt inn í brotsteigin úr høgru, og hóast onkur roynd varð gjørd at takla, so endaði alt við, at bólturin rullaði út frá til Halldór Joensen, sum av brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin upp undir nettakið. Hóast skelkin, so vóru tað teir úr B36, sum byrjaðu seinna hálvleik betri. Fleiri ferðir eydnaðist væl at spæla saman ígjøgnum síðurnar, men framman fyri málið saknaðu teir neyvleikan at senda bóltin í meskarnar. Tá eitt korter var farið av hálvleikinum, lukkaðist brádliga hjá teimum, men eins og B36 verjan noyddist verjan hjá gestunum at átaka sær sín part av skuldini. Eftir at tríggir verjuleikarar høvdu roynt at fingið bóltin av einum B36 leikara, endaði alt við, at bólturin varð lagdur fyri føturnar av Ragnari Poulsen. Hann gjørdi skjótt av, dróg eitt lítið sindur og legði síðani bóltin upp í handara málhorn, uttan at Óla Kristian Djurhuus hevði nakran møguleika at verja fyri. Kostaði aftur Í fyrra hálvleiki hevði B36 rindað prísin fyri at missa konsentratiónina í móti endanum, og soleiðis skuldi tað eisini vísa seg í seinna. Seinasta hálva tíman royndi EB/Streymur at trýsta heimaliðið, men ikki fyrr enn í seinastu minuttunum fingu teir avgerandi orðið at siga. Møguliga vóru B36 leikararnir nakað moyrir móti endanum. Í øllum førum sá tað ógvuliga lætt út, tá gestirnir spældu seg ígjøgnum høgrumegin. Bólturin varð sendir innfyri, og eftir at hava ferðast eitt sindur í brotsteiginum, dalaði hann fyri føturnar á Jákup Martini Joensen, sum smekkaði til fyrstu ferð. Frøin á gestunum hevði valla lagt seg, áðrenn Eyðfinn Joensen setti eitt virðiligt punktum fyri dystinum. Eftir at hava fingið bóltin miðskeiðis á B36 hálvuni, setti hann ferð á beint omaneftir, og staddur nakað uttan fyri brotsteigin langaði hann bóltin í kassan. Væntar bert eitt stig Við sigrinum er líkt til, at EB/Streymur verður nýggja liðið í fyrstu deild komandi ár. Enn væntar teimum eitt stig, men tað skal vilja meira enn illa til, um hetta ikki skal eydnast teimum. Hvussu teir fara at standa seg í bestu deildini, er sjálvandi ilt at siga, og helst eru fleiri fatanir av hesum spurningi. Útlendskur styrkur er ein møguleiki, sum kanska eisini er neyðugur, men alt hetta er ivaleyst nakað, sum sundalagsmenn fara at nýta vetrarhálvuna til. Fyri fyrst munnu teir hava nóg mikið við at fegnast um tryggu oddastøðuna í deildini. B36-EB/Streymur 1-3 (0-1) 0-1: Halldórur Joensen 1-1: Ragnar Poulsen 1-2: Jákup Martin Joensen 1-3: Eyðfinn Joensen Føroyskt mál í Danmørk ein gestur, sum er settur uttarliga! Svar til Róland Waag Høgnesen Í einum greinastubba um málstríðið, sum nú tók seg upp, setir Róland Waag Høgnesen mær hendan spurning: Er føroyskt mál í Danmark ikki minnilutamál, sum tú eigur at verja við sáttmálanum? Svarið er jú. Eg síggi føroyskt mál sum mítt málsøki og tað uttan mun til, um tað verður talað í Føroyum ella aðrastaðni. Ein føroyingur uttanlands er líka nógv ein partur av føroysku tjóðini sum ein føroyingur, ið býr í Føroyum. Og at føroyingar uttanlands tala føroyskt er minst líka týdningarmikið fyri varðveitsluna av okkara størsta mentunararvi sum tað, at føroyskt verður talað í Føroyum. Tí er tað av størsta týdningi, at vit royna at tryggja føroyskum góð kor uttanlands. Føroyskt eingi rættindi Tann altjóða sáttmáli um mál, sum Danmark herfyri setti í verk ímóti okkara vilja, ásetir, at stjórnin sjálv kann velja at lýsa málini á sínum landøki sum antin minnilutamál, landspartamál ella almenn mál. Tá sáttmálin varð settur í gildi, kundi danska stjórnin velja at lýsa føroyskt sum alment mál í Føroyum. Tað vildi hon sum kunnugt ikki. Tí hevur føroyskt í dag støðu sum landspartamál í Føroyum. Her eru 45.000 danir, ið tosa føroyskt. Og danska stjórnin helt hesar danir hava so nógv málslig rættindi frammanundan, at her var ikki tørvur á fleiri tiltøkum. At føroyingar kravdu at fáa sítt mál staðfest sum alment mál og tjóðarmál, helt stjórnin sum kunnugt vera láturligt. Føroyska tjóðin er jú ikki til í altjóða rætti. Hvussu kann nakað tjóðarmál vera, har eingin tjóð er? Viðvíkjandi føroyskum í Danmark, so kundi stjórnin velja at lýsa hetta sum eitt minnilutamál, og soleiðis tryggja tí góð rættindi í Danmark. Tað vildi hon heldur ikki. Føroyskt mál í Danmark sum eftir mínum tykki er eitt "minnilutamál" er als ikki vart av sáttmálanum. Tað var bara týskum í suður-slesvík, stjórnin valdi at geva støðu sum minnilutamál, og harvið tey rættindi, sum fylgja við tí. Havi reist málið Tá Føroyar gerast sjálvstøðugar, verða vit til sum tjóð í altjóða høpi. Tá nýtist okkum ikki at dúva uppá, at danir hjálpa okkum. Tá fáa vit sjálvi amboðini í hondini. Tá kunnu vit sjálvi tryggja føroyskum støðu sum tjóðarmál. Og tá skulu vit, eftir mínum tykki, gerast sjálvstøðugur partur av hesum sáttmálanum. Tá verður danskt minnilutamál í Føroyum, og tess rættindini skulu eftir mínum tykki tryggjast við sáttmálanum. Á sama hátt skulu vit við sáttmálanum tryggja rættindini hjá føroyskum í Danmark. Men hóast føroyingar sum er ikki hava myndugleika at gera stórvegis við hetta, so eiga vit kortini at gera tað, vit kunnu. Eftir at danska stjórnin hevði skúgvað bæði løgting og landsstýrið til viks, og noktað at lýst føroyskt sum tjóðarmál, sendi eg tí danska mentamálaráðharranum eitt drúgt bræv, har eg m.a. setti henni hesar spurningar: Hvat hevur tú gjørt fyri at virka fyri, at eitt av teimum málum, tú sum danskur mentamálaráðharri umboðar føroyskt fær eina góða rættarstøðu? Hvat ætlar tú at gera fyri at tryggja føroyskum eina góða rættarstøðu? Í hvønn mun sært tú tað sum tína uppgávu at tryggja føroyskum máli eina rættarstøðu, sum er í samsvari við tann mentanarliga veruleikan? Danir í Føroyum hava ógvuliga víðfevnd málslig rættindi og soleiðis vilja vit, at tað eisini skal vera framyvir. Hvat ætlar tú at gera fyri at tryggja føroyingum í Danmark málslig rættindi? Eg sendi henni brævið hin 1. september, men havi framvegis ikki fingið svar. Meira havi eg ikki gjørt higartil, Róland. Men so skjótt svar kemur, skalt tú frætta meira um, hvat hendir í málinum. Vinarliga Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður Kundu havt nógv fleiri rækjuskip Bjarni Petersen, skipari og partaeigari í rækjutrolaranum Arctic Viking, heldur, at pláss hevði verið fyri fleiri rækjuskipum, um tey eisini komu undir FAS-skipanina, so tey fáa skatt afturgoldnan sum farmaskipini Fiskiskapurin er á góðari leið, men prísurin á rækjum lágur, og oljuprísurin er himmalhøgur. Hetta er sannleikin, sum tey flestu av okkara rækjuskipum mugu liva við í løtuni. Hetta er tó ikki ein støða, sum kann halda á í longri tíðarskeið. Fiskiskip eisini undir FAS Tað, ið Bjarni Petersen skjýtur upp, er, at fiskiskip, sum ikki eru í føroyskum øki og ikki troyta føroyskt tilfeingi, koma inn undir FAS-skipanina. Henda skipanin ber í sær, at reiðaríið fær 28 prosent av skattinum hjá manningini afturgoldnan. Í løtuni koma øll tey føroysku farmaskipini undir FAS-skipanina, men einki fiskiskip. Í Danmark er líknandi skipan, sum kallast DIS, og danski farmaflotin er í tí skipanini. Bjarni heldur, at tey skip, sum ikki hava nakað við føroyskar kvotur at gera og ikki eru í føroyskum sjógvi, skulu koma undir FAS-skipanina. Pláss fyri fleiri Bjarni metir, at pláss hevði verið fyri eini 5 rækjubátum afturat í føroyska flotanum, um tey eisini komu undir FAS-skipanina. Tað ber bara ikki til, tí úrtøkan er ikki nóg høg til tess nú. FAS-skipanin hevði hinvegin verið við til at gjørt hetta møguligt. Tað er ein sannroynd, at seinastu tíggju árini er ein rækjubátur farin av knóranum um árið. Um FAS-skipanin hevði verið galdandi, hevði hon kunnað bjarga einum parti av teimum, tí kappingarføri betrast, sigur Bjarni Petersen. Í løtuni liggja føroysku rækjubátarnir í harðari kapping við aðrar, sum ikki hava eins høgar manningarhýrur sum tey føroysku skipini. Føroysku reiðaríini hava størri útreiðslur vegna hægri manningarhýrur, og tað ger, at tey eru verri fyri. Grønlendskir og kanadiskir rækjubátar hava eina manningarhýru, sum liggur á 21 prosentum, meðan tann føroyska er uppi á 36 prosentum. Norðmenn kunnu eisini renta nógv dýrari skip vegna lægri manningarhýru. Skip úr Grønlandi og Kanada hava eisini so góðar veiðimøguleikar, og tí fær manningin nógv, hóast hýran í prosentum er lág. Tann harða kappingin ger tað enn torførari hjá teimum føroysku bátunum at hóra undan. Kjarnin er, at vit eru í altjóða øki í harðari kapping við aðrar við væl lægri manningarhýru, og tí eru teir meira kappingarførir fyri enn vit. Tá so fiskiskapurin aftur minkar, eru vit í vanda fyri at rúka út, sigur Bjarni Petersen. Um rækjubátarnir eisini komu undir FAS-skipanina, hevði munurin millum tey føroysku skipini og tey í grannalondunum ikki verið so stórur. Kunnu finna nýggjar leiðir Bjarni Petersen hevur í summar verið við Arctic Viking í kanadiskum sjógvi og fiska rækjur. Veiðan var eini 10 tons í miðal um samdøgrið, og tað er heilt hampuligt. Hann heldur, at FAS-skipanin kundi verið við til at føroyskir bátar fóru á nýggjar leiðir at royna eftir rækjum. Tað kundi verið á Hatton Bank ella við Falklandsoyggjarnar, men í løtuni ber tað ikki til, tí úrtøkan er ikki nøktandi. Við at loyvt fiskiskipum undir FAS-skipanina kundi landið verið við til at veitt óbeinleiðis stuðul til hesi skipini. Hetta hevði viðført fleiri nýggj arbeiðspláss og eitt víðkað føroyska veiðiøki. Eisini hevði tað komið væl við, nú flotin er so meint raktur av teimum høgu oljuprísunum. Rigmor, Zakarias og Effie fingu hinar Fýra virðislønir vórðu latnar tilsamans, og hinum trimum fóru Rigmor Restorff, Zakarias Wang og Effie Campbell avstað við Umframt virðislønina fyri fagrar bókmentir vórðu M.A. Jacobsen virðislønir latnar fyri serligt mentanaravrik og yrkisbókmentir. Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð eisini latin í hesum sambandi. Allar virðislønirnar eru á 20.000 krónur. Fyrst á pallin trein Zakarias Wang. Hann fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fyri bókina "Føroyar á vegamóti". Í grundgevingini segði nevndin, at hetta var "týdningarmikið søguligt tilfar um støðu Føroya í heimssamfelagnum". Zakarias helt røðu, har hann var glaður um, at hansara bók var heiðurslønarverd. Hann legði afturat, at bókin "Føroyar á vegamóti" gav M.A. Jacobsen sjálvum rætt í tí sjálvstýriðsstríðið, sum hann stóð fyri. Rigmor Restorff fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik. Nevndin segði, at "Rigmor fær virðislønina fyri drúgva virki sítt sum tónlistafólk". Rigmor helt onga langa talu, men takkaði fyri. Hon var tann, sum fekk flest lógvabrestir frá fjøldini. Effie Campbell fekk Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs. Nevndin segði, at hon "hevur sæð tað neyðuga í, at vit innan kristnar bókmentir hava so virknan týðara sum Effie Campbell, ið við sínum skýmingarløtusøgum hevur ein greiðan boðskap". Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens varð fyrstu ferð latin í 1958, og tá varð bara ein latin. Í 1972 vórðu tvær latnar. Ein fyri fagrar bókmentir og ein fyri yrkisbókmentir. Í 1996 kom enn ein virðisløn uppí part. Tað var virðisløn fyri serligt mentanar avrik, og nú eru tríggjar M.A. Jacobsen virðislønir. Barnabókaheiðurslønin hevur verið latin síðan 1976. Í fjør vórðu allar virðislønirnar javnsettar, og tær eru nú 20.000 krónur. Viðurkenning er besta kenningin Hesi vóru fyrstu orðini hjá Oddfríða Marna Rasmussen, tá hann hevði fingið virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir mánadagin Tann virðislønin, sum kanska mest spenningur er um millum fólk undan handanini, er fyri fagrar bókmentir. Í ár var tað sandoyingurin Oddfríður Marni Rasmussen, sum varð heiðraður og fekk viðurkenning frá nevndini, sum avgerð, hvør skal hava virðislønina. Oddfríður gav fyri stuttum út yrkingasavnið "Rás Sár", og hetta savnið verður mett av nevndini at vera heiðurslønarvert. Á samkomu í Sjónleikarhúsinum fekk Oddfríður handað virðislønina. Í grundgevingini fyri at júst Oddfríður skuldi hava virðislønina segði nevndin, at "Oddfríður er skald, ið leitar sær rás, sárur og ivingarsamur, á markinum millum heimloysi og heimlangtan. Í yrkingarsavninum "Rás Sár" ferðast hann víða í nýroyndum sínum og vísir, serstakliga í prosayrkingunum, á nýggjar leiðir í føroyskum skaldskapi". Nógv at týða Oddfríður segði eftir at hava fingið heiðurslønina, at ein slík heiðursløn sjálvsagt hevur nógv at týða fyri hann sum yrkjara. Virðislønin hevur nógv at týða fyri meg. Hetta merkir, at onkur lesur bókina, eg havi skrivað, og dámar hana. Hon verður av tí sama eisini lisin og keypt, sigur Oddfríður. Oddfríður segði eisini, at tað er týdningarmikið at fáa viðurkenning, tí tað er ein fín kenning, um hon bara ikki setur í høvdið, leggur hann skemtandi afturat. Umframt viðurkenningina fær Oddfríður eisini ein kekk á 20.000 krónur, og tað kemur sjálvsagt eisini væl við, tí um man vil tað ella ikki, so eru pengar frælsi, sigur vinnarin. Oddfríður hevur áður givið út trý yrkingarsøvn, og hetta er tað fjórða, hann letur úr hondum. Hetta er fyrstu ferð, at honum verður latin heiðursløn fyri stríðið. Hann hevur heldur ikki hugsað sær at steðga nú, men ætlar sær at halda fram á somu leið sum higartil. Hann hevur ætlanir um at geva út antin eitt stuttsøgusavn ella eitt yrkingarsavn undan jólum. Hann heldur tó, at tað fer at vera torført at fáa alt liðugt til tað tíð, men hann miðar ímóti eini útgávu, áðrenn árið er runnið. Kundu givið fleiri Oddfríður metir, at nevndin væl hevði kunnað heiðrað fleiri yrkjarum ella rithøvundum. Hetta er eitt avbera gott tiltak, men tað er eitt sindur keðiligt, at bara ein virðirsløn verður latin fyri fagrar bókmentir, sigur Oddfríður. Tað kundu kanska verið tvær latnar, so man hevur eitt sindur av mótspæli og okkurt at halda seg til. Leivur Hansen, býráðsformaður, segði undan handanini, at um nevndin ikki metir, at nakar hevur uppiborið eina virðisløn, so kann hon velja ikki at lata nakra, og tað heldur Oddfríður eisini er fínt. Oddfríður segði eisini, at hetta kom óvart á hann, og hann hevði als ikki væntað at fáa virðislønina, tá boðini komu fyri góðari viku síðani. Eftir handanina helt Oddfríður eina røðu fyri áhoyrarunum. Oddfríður hevur verið á rithøvundaskúla í Danmark í tvey ár, og hesi árini metir hann sera høgt. Har var eitt veruligt forum fyri rithøvundar, og teir tosaðu um skaldskap tvørturum bókmentagreinar. Eitt slíkt forum heldur Oddfríður avgjørt vantar í Føroyum. Tað, sum rithøvundar mest tosa um, tá teir koma saman, er mentunarpolitikkur, og tað er harmiligt. Føroyskum skaldskapi tørvar harðliga eitt slíkt forum, sigur Oddfríður at enda. Aftur til tað natúrliga Kunningarfundur um vistfrøðiliga framleiðslu var týsdagin á Búnaðardeplinum í Kollafirði. Sagt varð frá ymsum møguleikum innan vistfrøðiligan landbúnað Kollafirði: Føroyingar eiga at gera meira við vistfrøðiliga framleiðslu, halda summir búnaðarmenn. Eisini í Føroyum eigur at verða gjørt meira við hesa framleiðslu. Vistfrøðiligur landbúnaður er stutt og greitt at brúka tað, natúran gevur. Vanlig tøð heldur enn handilstøð og so framvegis. Aðrastaðni verður alt møguligt dyrkað vistfrøðiligt. Til dømis varð boðið vistfrøðiligt kaffi á kunningarfundinum. Tað er eitt felags útnorrønt samtak, sum stendur fyri hesi kunningarverkætlanini, sum nú er farin í gongd. Nora (Nordisk Atlantsamarbejde) stuðlar verkætlanini. Meginfelag Búnaðarmanna, MBM, hevur tikið stig til tiltakið. Eirikur Torvaldsson, stjóri í MBM, segði, at tað var eftir fyrispurning, at MBM yvirhøvur fór undir at arbeiða við evninum. Onnur lond hava fastan málsetning fyri, hvussu nógva vistfrøðiliga framleiðslu, tey skulu hava. Føroyingar hava einki, segði hann. Tað var ikki nóg gott, varð mett, og tí er MBM farið upp í hetta samstarvið, sum nú er fingið við Ísland og Grønland. Gunnar Á. Gunnarsson stjóri á Íslendska kanningarstovninum T`UN, segði, at tað er heilt natúrligt, at føroyingar, íslendingar og grønelndingar ganga saman um hesa verkætlanina. Hesi londini hava viðurskifti, bæði landbúnað og onnur, sum líkjast rættiliga nógv. Vit eiga at ásanna, at vit eru lítil í altjóða høpi og ikki ganga so nógv eftir nøgd heldur enn eftir dygd. Vit brúka luttvíst minst líka nógv kunsttøð og sproytuevni, sum onnur lond. Men vit standa langt aftan fyri eyropeisku londini, tá talan er um vistfrøðiliga framleiðslu, Og tað kunnu vit ikki lata sita á okkum, helt hann. Vit standa fyri vaksandi innflutningi aðrastaðni frá, segði Gunnar Á. Gunnarsson. Har er nógv vistfrøðilig vøra ímillum. Og brúkarin gerst alt meira tilvitandi. So skulu vit vera við í tí kapping, sum her verður, er neyðugt, at vit eisini dyrka okkara egnu vistfrøðiligu vørur. Men tað stendur heldur ikki so heilt illa til við vistfrøðini í Føroyum kortini. Tann føroyska landbúnaðarvøran, føroyingar eta mest, er kanska seyðakjøt. Og tað er sanniliga vistfrøðiligt, helt stjórin á Royndastøðini, Peter Haahr. Verri stendur til við mjólkini, helt hann, og ásannaði, at har er neyðugt at gera nakað skjótt, um vit ynskja at selja vistfrøðiliga mjólk. Spurningurin er so bara, hvat brúkarin ynskir, og her skal vinnan eisini vera vakin og duga at síggja, hvat marknaðurin vil hava. Kommunur við skerdan lut Kirkjubøar kommuna hevur mist slaka hálva mill. kr. í verandi fíggjarári, sum skuldi verið landskassans partur av barnaansingini segði Annfinn Brekkstein á samkomuni fyri nýggjan skúlan á Velbastað í farnu viku. Hann vísti á, at nú kommunan leggur stóran dent á at reka ein varnan fíggjarpolitikk, kom tað sera dátt við hjá kommununi, at landið legði barnaansingina út til kommunurnar við so stuttum skotbrái, at kommunan ikki fekk stundir til at laga seg til broyttu umstøðurnar. Hetta kom at hava við sær, at menningin, sum hevur verið á barnaansingarøkinum, fer at minka, og kann hava við sær, at kommunan fær minni inntøkur, av tí at foreldrini ikki sleppa til arbeiðis. Bygdaráðsformaðurin vísti á skeivu gongdina, har tað almenna hevur havt tungt við at viðurkenna sær ta fullu ábyrgdina av børnunum, teimum gomlu og teimum brekaðu. Hann helt fyri, at so hvørt sum demokratiseringin av samfelagnum er sligin ígjøgnum, hava kommunurnar fingið fleiri og fleiri uppgávur at røkja, og ein av teimum týdningarmestu er fólkaskúlin. Meðan krøvini til teir fyrstu skúlarnar ikki vórðu so stór, so er øðrvísi í dag, har lagt verður upp til broyttar arbeiðshættir hjá næmingum og lærarum. Annfinn Brekkstein minti á, at vit føroyingar liva ikki longur eina avbyrgda tilveru. -Vit vilja taka aktivan lut í framburðinum kring okkum og ein fyritreyt fyri hesum framburði er, at okkara skúlaverk fær hægstu raðfesting. Tí mugu skúlalógirnar støðugt lagast til nýggju krøvini, og myndugleikarnir mugu gera sítt fyri at teir ytru karmarnir eitt nú skúlabygningar og amboð eru hóskandi. Bygdaráðsformaðurin vísti síðani til nýggju fólkaskúlalógina, sum leggur upp til nýggjar lærugreiniir og at intergrera telduna í undirvísingina. -Skúlin skal kunna skapa líkindi fyri, at næmingarnir fáa uppliving og virkishuga, so teir fáa hug at læra. Teir skulu kunna venja síni evni til sjálvstøðuga meting, so at teir kunnu vera við til at taka avgerðir í einum demokratiskum samfelag. Innihaldið er tað týdningarmesta fyri børnini, men teir ytru karmarnir hava avgerðandi týdning fyri, at bæði næmingar og lærarar skulu kenna sær væl og fáa sum mest burturúr. Fyrimyndin hjá øðrum Við nýggja skúlanum er eisini skaptur ein góður karmur um mentanarvirksemið í sóknini. Avgerðin hjá myndugleikunum at lata skúlan vera henda karm samsvarar sum fótur í hosu við ta ætlan, sum Fólkaskúladeildin hevur um hesi viðurskifti segði Hensar Ellingsgaard, deildarstjóri í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, tá hann bar góðynski fram fyri bygdafólkið á Velbastað leygardagin Hensar Ellingsgaard metti eisini, at hesin skúlin fór at verða øðrum til fyrimyndar. Men ætlanin um skúlan sum mentanardepil í sóknini fer at krevja skipað samstarv, har skúlaleiðari er uppií. -Skúlin skal sjálvsagt altíð verða tøkur til ta dagligu undirvísingina. Tað veldst um tykkum, sum skulu brúka skúlan, og tað veldst um liðiligelika og samstarv av øllum pørtum. Hensar Ellingsgaard helt fyri, at tað ræður um at geva børnunum og ungdóminum gott í beinini. Tað ræður um annað enn sunnan kost, góða útbúgving, trygg ættarbond og góðu húsaviðurskifti. Føroysk mentan skal vera ein aðaltáttur í uppalingini. Latið børnini og ungdómin kenna seg aftur í hollari mentan saman við vaksnum. Og sleppið ikki børnunum og teimum ungu leysum, fyrr enn tey hava ta kjølfestu, sum hevur givið teimum gott í beinini. Deildarstjórin helt tað ræður um góða bygdarmentan og vísti á, at mentan er eisini at virða ymiska áskoðan. -Girðið ikki børnini og tey ungu inni. Latið tey sleppa út um eingjargarðin, ikki sum heimføðingar, men við hollum førnini og víðum sjónarringi. Hensar Ellingsgaard segði eisini, at dagsins skúli skal leggja dent á, at allir næmingar kunnu fáa avbjóðingar. Tú røkkur ongum uttan slíkar. Hann nam eisini við leiklutin hjá foreldrunum, sum verða at ásanna, at fólk eru sett at røkja skúlans uppgávur. Tað er í samarbeiði við hesi fólk, at foreldrauppgávan við atliti at skúladegnum skal verða røkt. Tú hoyrir mangan um næmingar, ið tíma illa at vera í skúlanum. Tað er ein serlig uppgáva at fáa allar næmingar at kenna seg væl í skúlanum. Tað er í tílíkum høpi, at foreldrini skulu gera sær serligan ómak at hjálpa skúlanum. Hensar Ellingsgaard hevði vegna Fólkaskúladeildina eitt inniligt ynski um, at skúli, foreldur og myndugleikar fara undir verkið við einum positivum hugburði. Einki fóður yvirhøvur Ein tungtvigandi grund til, at neytini vóeðu flutt úr fámara, var, at einki stráð er sligið á garðinum í summar Í greinini um flutning av neytunum í Fámara varð nevnt, at illa bar til at flyta fóður til fjósið. Stjórin á Jarðarráðnum var kelda í samrøðuni. Jóanes Dalsgarð, stjóri á Føroya Jarðarráði, vendi sær til blaðmannin, beint eftir, at blaðið var komið út og gjørdi vart við, at ein lítil misskiljing var íkomin okkara millum. Væl er tað trupult at koyra kraftfóður til fjósið. Men tað, sum Jarðarráðið legði mest í var, at als einki hoyggj ella súrhoyggj yvirhøvur er í Fámara. Tí varð avgjørt at taka neytini úr fjøosinum og flyta tey aðrastaðni í Suðuroy. Skriðulop rakti hús og bilar Eitt ógvusligt skriðulop omanfyri Kjalarvegin í Klaksvík gjørdi stóran skaða á eini sethús og tveir bilar. Vegurin mátti steingjast, og fólk flytast burtur Klaksvík: Støðan í Klaksvík gjørdist so hættislig í nógva regninum mánadagin, at fólk máttu flytast burtur av ovasta vegnum á eystursíðuni. Fleiri skriðulop vóru, og tað ógvusligasta av teimum gjørdi stóran skaða á eini sethús og tveir bilar við Kjalarvegin. Harafturat fleyt yvir kring allan býin, vegir stóðu undir í vatni, hús fingu vantskaða, og løgreglan ráddi fólk frá at koyra. Sløkkiliðið í Klaksvík, arbeiðsfólk hjá kommununi og onnur stríddust allan seinnapartin og út á kvøldið mánadagin við nógv vatnið, sum fleyt kring býin. Og býráðið í Klaksvík varð kallað saman mánakvøldið at viðgera støðuna. Kona tikin við Ógvusligasta hendingin var við Kjalarvegin, sum er ovasti vegurin á eystursíðuni. Fleiri skriðulop vóru á eystursíðuni, og tað ógvusligasta av teimum rakti eini hús við vegin. Jørð og grót fóru ígjøgnum hjallin, sum standa omanfyri húsini, og inn í húsini. Konan í húsinum var akkurát á veg út í bilin, tá skriðulop kom. Hon var í ferð við at rýma av húsum við soninum og einum øðrum dreingi, sum vóru í bilinum niðanfyri húsini. Konan var tikin við av skriðulopinum, men kom burtur úr tí uttan stórvegis snuddir. Hon fekk dreingirnar úr bilinum, sum ikki varð veruliga raktur av skriðulopinum, tí hann stóð undir garaguni, og slapp sær burtur. Tveir aðrir bilar, sum stóðu fram við húsunum fingu stóran skaða. Teir endaðu báðir mitt úti á vegnum av stóra trýstinum frá skriðulopinum, og annar hevði fingið ein part av einum stakitti sendandi ígjøngum forrútin. Hús fingu vatnskaða Eini 30 fólk, sum búgva við Kjalarvegin, rýmdu av húsum, tí vandi var fyri fleiri skriðulopum, og arbeiðsfólk hjá kommununi og onnur fóru í holt við at rudda vegin, sum var undir í jørð og gróti. Hetta arbeiðið helt fram fyrrapartin í gjár. Tað helt fram við at oysa niður út móti mánakvøldinum, og støðan var hættislig fleiri staðni í býnum. Nógv vatn rann á vegnum, og saman við vatninum kom eisini jørð og grót. Fjósabrekkan, sum gongur oman frá Kjalarvegnum, fekk so nógvan skaða í áarførinum, at hon varð stongd. Biskopstøbrekkan stóð eisini undir, og við Alfa Bókhandil varð sløkkiliðið í Klaksvík noytt at seta pumpur til fyri at fáa vatnið burtur frá húsinum. Vatnið steymaði norður eftir Nólsoyar Páls gøtu, og bilrøðirnar vóru stundum langar, tí tað bar illa til at koyra eftir vegnum. Eisini á Helnabrekku fossaði vatn eftir vegnum og oman eftir Skáltavegnum og Garðabrekku, og ymsastaðni á eystursíðuni fingu hús vatnskaða. Móti kvøldið sleit í, og vatnið rann síðani undan næstu tímarnar, men eftir lá jørð, grót, sandur og annað, sum var komið við áarførinum. Í gjár varð so farið undir uppruddingararbeiðið, sum kemur at taka fleiri dagar. Bert ein javnaðarlisti á Tvøroyri Fyri fyrstu ferð í 20 ár stilla bæði javnaðarfeløgini á Tvøroyi upp á einum lista Javnaðarflokkurin á Tvøroyri er nú liðugur við uppstillingina til býráðsvalið. Fyri fyrstu ferð í 20 ár verður bert tann eini javnaðarlistin á Tvøroyri. Tað var í 1984, at ósemja var í Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag, sum førdi til, at nøkur fólk tóku seg úr felagnum og stovnaðu Tvøroyarar Sosialdemokratiska felag. Arbeitt verður í løtuni við at leggja feløgini saman aftur, og er uppstillingin til býráðsvalið hesaferð fyrsta stigið. Tveir av býráðslimunum, sum vórðu valdir seinast, Sverre Midjord og Jóannes Eidesgaard eru ikki á listanum hesaferð. Annars eru fólk úr báðum feløgunum á listunum. Á Tvøroyri eru sjey býráðslimir, og hevði Javnaðarflokkurin vanliga meirilutan einsamallur fyri 1984. Seinast vórðu trý umboð vald á listanum hjá Tvøroyrar Sosialdemokratiska felag og eitt umboð fyri listan hjá Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag, sum stillaði upp á felagslistanum, ið skipaði samgongu. Listin hjá javnaðarfeløgunum er hesin: Hervør Eidesgaard, Tvøroyri Pauli Einarsson, Trongisvágur Dan Erik Johansen, Tvøroyri Páll Michelsen, Froðba Heri Mortensen, Trongisvágur Jonhild Nielsen, Øravíkarlíð Elisabeth Matras Olsen, Tvøroyri Fróði Olsen, Tvøroyri Poul Olsen, Trongisvágur Bartal Nolsøe Poulsen, Froðba Kári Sørensen, Trongisvágur Nýggjur skúli og samkomuhús Nú er skúlin so liðugur, og vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at her er høgt til loftið og vítt til veggja segði skúlastjórin, sum eisini hevði roknað út, at tað er fýra ferðir so nógv pláss á nýggja skúlanum sum á tí gamla, sum eisini varð vorðin ótíðarhóskandi segði Eyðbjørg Dalsgaard, skúlastjóri, tá nýggi skúlin á Velbastað alment varð tikin í brúk í farnu viku Leygardagin varð skúlin og samkomuhúsið á Velbastað tikið alment í nýtslu. Á eini samkomu fyri bygdarfólki og almennum umboðum handaði bygdaráðsformaðurin Annfinn Brekkstein tí nýggja skúlastjóranum, Eyðbjørg Dalsgaard lykilin til nýggja skúlan. Undan tí hildu umboð fyri landsstýrið og skúlamyndugleikar røður, og kórið í sóknini setti sín serstaka dám á hátíðarløtuna við at syngja Fedranna talu og Nirði á støð undir leiðslu av Fróða Sandoy og við klaverfylgispæli hjá Stamen Stantchev. Eisini spældu Steinum Frýdal klaverstykki og Sigrið Dalsgarð stykki fyri violin. Undir hátíðarhaldinum handaði næstformaðurin í Føroya Lærarafelag, Petur Sigurd Rasmussen skúlanum gávu frá felagnum og ynskti hann bygdarfólkinum og teimum, sum skulu vera um skúlan, góðan byr. Heri Joensen, sóknarprestur hugleiddi um síni fyrstu skúlaár í Svínoy og helt annars fyri, hvussu týdningarmikið tað er at vilja og taka við broytingum og metti hann nettupp nýggjan skúlan sum dømi um broyttar tíðir og umstøður. Hann ynskti øllum góða eydnu og vælsignaði nýggja skúlan. Nýggjur skúlastjóri Eyðbjørg Dalsgaard, skúlastjóri tók ímóti skúlanum. Frá bygdaráðsformaðurin fekk hon blómur og lykil. Sjálv kom hon til sóknina at undirvísa um somu tíð, sum útgrevsturin fór í gongd. Nú er skúlin so liðugur, og vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at her er høgt til loftið og vítt til veggja segði skúlastjórin, sum eisini hevði roknað út, at tað er fýra ferðir so nógv pláss á nýggja skúlanum sum á tí gamla, sum eisini varð vorðin ótíðarhóskandi. Tó duldi hon ikki fyri, at tað vóru tey, sum høvdu ringt við at sleppa gamla skúlanum, haðani so mong góð minni eru frá gjøgnum mong mong ár. Vit hava fingið ein nýggjan og góðan skúla og skulu nú til at brúka hann til fulnar segði Eyðbjørg Dalsgaard og takkaði fyri skúlan. Á skúlanum koma at ganga 28 børn. Har eru tvær vanligar skúlastovur og ein stórur salur. Eisini kjallarin er innrættaður. Umframt at brúka stóra og rúmliga bygningin til skúla skal hann eisini brúkast til ymisk mentanarlig tiltøk, samkomur so sum brúdleyp, føðingardagshald ol. Nú fólkatakið í sóknini er vaksandi, nýggj sethús verða bygd á hvørjum ári, og fleiri børn verða fødd, so kemur tað eisini sera væl við hjá bygdafólkunum at fáa slíkt stórt høli sigur Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður, sum heldur møguleikarnar verða óavmarkaðar við nýggju húsunum. Um arbeiðið Um byggingina er annars at siga: Fyrsti fundurin um nýggja skúlan var í 1997. Arbeiðið byrjaði árið eftir, og skúlin stóð liðugur til skúlaárið 2000. Skúlin hevur kostað 6,5 mill. kr. Hann er 450 fermetrar til støddar. Arkitektur er Teknistovan hjá Albert Isfeld. Arbeiðstakarar hava annars verið: Hans Wilhelm Lützen, jørðarbeiði, Búsetur, betong-, kloakk-, timbur-, snikkara-, málara- og múrararbeiði, Hans Dam, VVS og ventilatión, John Egholm, elarbeiði, Litaval, gólválegging og gardinur, Farodane, innbúgv. Undirarbeiðstakarar hava verið: BSV, snikkaraarbeiði, Uni Zachariasen, málaraarbeiði og Leif Jensen múraraarbeiði. Uni Patursson hevur verið verkfrøðingur. Mikkjal Jacobsen hevur havt byggileiðsluna um hendi. Kunnu læra av hvørjum øðrum Velbastaður er ikki so langt frá Havnini, men er kortini bygdaskúli. Kunnu vit ikki læra av hvørjum øðrum - vitja hvønn annan kanska? spurdi Natte Nattestad, stjóri á Venjingarskúlanum á samkomuni á nýggja skúlanum á Velbastað leygardagin. Hann metti børnini á Velbastað at vera heppin, at stutt er út í náttúruna, bæði niðan í hagan og oman til sjóvarmálan. Tað ger alt uppaftur meira spennandi. Í so máta hevur hesin skúlin óavmarkaða vídd, og tí nógvar møguleikar vísti stjórin á høvuðsstaðarskúlanum á. Hann helt tað vera hugaligt at uppliva, at eitt bygdaráð tekur mentanarstovnin "skúlan" í so stórum álvara, at tað dugir at síggja, hvønn týdning tað hevur fyri tað lítla samfelagið, at skúlin hevur góðar karmar at virka í. At tað er ikki nóg mikið við eini ferhyrntari stovu, har ið tað ber til at læra børnini. Natte Nattestad vísti á, at skúlin í dag er so nógv annað og nevndi tær mongu lærugreinarnar. Uppgávan hjá læraranum er vorðin so nógv størri og tað eru lærarnir eisini fúsir til at taka sær av. Men ein fortreyt er tó, at teir ytru karmarnir eru í lagi. At tú eisini hevur møguleikan at víðka rásarúmið, tá brúk er fyri tí. Tað er ikki so langt síðani, at skúlastovan var kongaríkið hjá tí einstaka læraranum. Har slapp eingin annar inn. Tað, sum fór fram, var millum lærara og næming. Nú er øðrvísi. Nú er samstarv millum lærarar á øllum økjum. -Samstarv er gott og alneyðugt, men tað krevur eisini ómetaliga nógv av øllum og vísti hann á økta arbeiði hjá lærarunum. Tað er tó greitt, at økta arbeiðsbyrðan krevur eisii stóra vælvild. Skúlastjórin umrøddi síðani børnini sum okkara rávøru. -Okkara uppgáva er at góðska hesa rávøru - ikki til útflutnings men til nýtslu her í landinum, og tað uttan mun til hvussu stýrisskipan okkara verður í framtíðini. Hann metti uppgávuna hjá teimum, sum skipa fyri í samfelagnum, at vera at skapa karmarnar. Hvussu skal ein góður skipari fáa nakað burturúr, hevur hann ikki eitt gott skip, góð amboð og veit, hvar ið hann kann fiska. Tá verður lættari at fáa góða manning. Og soleiðis má tað eisini vera við skúlanum. Tað hava tit skilt á Velbastað. Leiðarar hava rætt at úttala seg Fyrrverandi sjúkrahúsleiðarin varð sagdur úr starvi, tá hann úttalaði seg harðliga um avleiðingarnar av sparingum. Grundlógarnevndin setir spurnartekin við líknandi mál Fyrrverandi sjúkrahúsleiðarin, Jógvan Mørkøre, varð í vár sagdur í starvi, orsakað av, at hann millum annað alment greiddi frá, at ætlaðar sparingar á Landssjúkrahúsinum fóru at merkja hópuppsagnir. Landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsumálum metti, at sjúkrahúsleiðarin í hesum føri hevði verið illoyalur móti politisku skipanini. Setir spurnartekin Møguleiki er tó fyri, at uppsøgnin er brot á talufræslið, stovnsleiðarar hava. Grundlógarnevndin, sum í løtuni fyrireikar eina møguliga grundlóg fyri Føroyar, setir í líknandi dømi spurnartekin við, um slíkt ikki júst er brot á talufræslið, sum er staðfest í donsku grundlógini. Harafturat staðfestir danski umboðsmaðurin hjá fólkatinginum tað sama í øðrum líknandi máli. Hetta málið snýr seg um ein læknastjóra, sum hevur úttalað seg um ætlanina at flyta eina deild av sjúkrahúsi hansara til eitt annað sjúkrahús. Frítt at úttala seg Í hesum málinum helt umboðsmaðurin, at leiðslan á reiðiliga sjálvstøðugum almennum stovnum, sum til dømis sjúkrahúsum, rættiliga frítt kann úttala seg - bæði vegna seg sjálva og vegna stovnin. Kortini helt umboðsmaðurin, at ovasta leiðslan innan heilsuverkið kann geva stovnsleiðaranum boð um, at hann bert skal úttala seg vegna stovnin eftir nærri góðkenning. Slík boð hevði danski læknastjórin ikki fingið, og tað er heldur ikki greitt, at føroyski sjúkrahúsleiðarin hevði fingið líknandi boð. Hóast umboðsmaðurin í hesum málinum gjørdi greitt, at leiðarar á sjálvstøðugum alemnnum stovnum frítt kunnu úttala seg, mælti hann í hesum málinum kortini til, at slíkir leiðslupersónar nýta talufrælsi sítt vandaliga og við umhugsni. Umboðsmaðurin vísti eisini á, at bert er, um leiðarar kunna ovastu leiðsluna beinleiðis um tann kritikkin, teir ætla sær at leggja alment fram. Tá ræður um raðfestingar á tínum øki, hevur tú sum alment starvsfólk serligan rætt at koma til orðanna, staðfestir umboðsmaðurin kortini. Jákup Mørkøre, tann føroyski sjúkrahúsleiðarin, sum varð sagdur úr starvi, tí útsagnir hansara vórðu mettar at vera illoyalar móti politiska myndugleikanum, hevur kært málið fyri rættin. Býráðspolitikarar leypa fram av Borgarstjórin í Klaksvík heldur, at býráðspolitikarar í Havn og á Tvøroyri lupu fram av, tá teir kravdu fleiri upplýsingar um ætlaninar hjá Kommunusamskipanini viðvíkjandi SEV Tað kom øði í grindina, tá Dagur og vika fríggjakvøldið hevði eitt innslag um, at Kommunusamskipanin - tað er felagið hjá stóru kommunum í landinum - var farið at kanna framtíðarmøguleikarnar hjá SEV. Bæði í Havn og á Tvøroyri vildu býráðslimir hava meira at vita um hesar ætlanir, og eyka býráðsfundir vórðu settir á skránna. Hetta er politikkur og journalistikkur, tá hann er minst gjøgnumarbeiddur. Tað eru ongar ætlanir um at broyta SEV, men starvsnevndin í Kommunusamskipanini skal kanna, hvussu kommunurnar og brúkarin í framtíðini fáa sum mest burtur úr felagnum, sigur Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík. Líkist ongum Hatta var sum at servera ein flúgvandi tallerk, tí tað er einki ítøkiligt í málinum. Býráðsformenninir hava bara biðið starvsnevndina hugt eitt sindur eftir SEV. Tað liggur einki ítøkiligt á borðinum. Tað eru kommunurnar, sum eiga SEV, og tí heldur borgarstjórin í Klaksvík, at tað er upplagt, at Kommunusamskipanin fer at kanna SEV fyri at vita, hvussu tað fæst sum mest burtur úr felagnum. Tað líkist ongum, at býráðsformenninir ikki kunnu biða umsitingina kanna eitt mál, uttan fylgjurnar skulu verða sum tær vóru í Havn og á Tvøroyri, heldur Jógvan við Keldu. Illveður norðanfyri Tað var rættiliga harðført norðan fyri mánakvøldið. Fleiri skaðar hendu, serliga har skriður lupu Ein skriða stongdi mánakvøldið Elduvíkarvegin. Vegurin var stongdur eina løtu, men skjótt var koyrandi aftur. Skriðan leyp úr fjallinum og fór heilt á sjógv. Menn frá Landverkfrøðinginum fóru beinanveg til arbeiðis fyri at fáa latið uppaftur, og tað var hampiliga skjótt, at koyrandi varð aftur. Týsdagin vóru teir í gongd við at rudda, soleiðis at millum annað bilverjan, sum farin er, eisini kann gerast aftur. Eisini í Oyndarfirði var stórt skriðulop, sum byrgdi vegin av. Hetta lopið var væl størri enn tað á Elduvíksvegnum, siga teir hjá Landsverkfrøðinginum. Í Norðurstreymoy vóru eini fleiri lop. Á Víkar- og Tjørnuvíkarvegnum lupu skriður. Og í Saksun var rættiliga umfatandi lop. Har hendi eisini størri skaðar á brýr og úthús, eins og nógvur bøur liggur undir í runu og gróti. Veðrið Lágtrýstið við Føroyar fer spakuliga í útsynning og brúgvalagið yvirNorðsjónum kemur móti Føroyum. Lágtrýstið vestan fyri Írland stendur mestsum í stað og eitt brúgvalag við Føroyar fer norðureftir. Veðrið í dag: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og stundum regn ella mjørki. Hitin millum 12 og 15 stig. Veðrið hósdagin: Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og suðri og fyrrapartin regn, annars sólglottar. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið fríggjadagin: Andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landsynningi og ælaveður. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Fyrst lot av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Seinni gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi og ælingur. Hitin millum 8 og 12 stig. Í gjár: Lágtrýstið við Føroyar fer spakuliga í útsynning og brúgvalagið yvirNorðsjónum kemur móti Føroyum. Í dag: Lágtrýstið vestan fyri Írland stendur mestsum í stað og eitt brúgvalag við Føroyar fer norðureftir. Bygdaskúlin er mentanardepil Latið børnini og ungdómin kunna seg um føroyska mentan og hjálp teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við nátúruna segði Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður á samkomu á Velbastað leygardagin, tá nýggi skúlin í sóknini varð tikin í nýtslu. Torbjørn Jacobsen vísti á, hvussu gingið varð undan í sóknini, tá fyrsti veruligi skúlin í Føroyum - prestaskúlin í Kirkjubø - varð settur á stovn í 12. øld og nevndi, at Sverri kongur gekk í hesum skúla. -Nú hava tit so aftur gingið undan í sóknini. Hetta er tann fyrsti nýbygdi skúlin í hesi øldini segði landsstýrismaðurin, sum fegnaðist um nýggja bygningin, ið hann helt vera glæsiligan á at líta men vísti samtíðis á, at eingin bygningur er sterkari enn tann grundvøllur, sum hann er grundaður á. Grundvøllurin er ivaleyst í lagi, men alt skúlans arbeiði veldst um tann andaliga grundvøllin innanhýsis millum lærara, næmingar og foreldur. Verður alt skúlans virksemi grundað á samstarvsandan og vilja til at fremja stórverk næmingunum til frama, fer tað at grógva um gangandi fót, sóknarbørnunum til miklan sóma. Torbjørn Jacobsen segði víðari, at bygdaskúlin skal verða mentanardepilin í sóknini. -Latið børnini og ungdómin kunna seg um føroyska mentan og hjálp teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við nátúruna. Landsstýrismaðurin helt fyri, at fólk í hesi sóknini dugdu at ganga undan, eisini tá tað ráddi um skúlaskap og bað hann til, at hetta framvegis fór at verða eyðkennið fyri sóknina. Hann ynskti bygdafólkinum tillukku við nýggja skúlanum, men hóast hann ikki kundi lova teimum gull og grønar skógir, so ynskti hann teimum blíðan byr á leiðini. Bygdaskúlin hvørvisteinur í menningini Tað er ikki hvønndagshending, at nýggjur skúli verður tikin í brúk. Helst tí varð eisini sjálvt løgmansembæti umboðað á samkomuni á Velbastað leygardagin. Høgni Hoydal, varaløgmaður røddi um tað hann nevndi eina ta mest rørandi og kenslubornu hendingina, sum fer fram á hvørjum ári, men bert einaferð í lívinum hjá hvørjum einstøkum, nevniliga at fara í skúla fyrstu ferð. Við nýggjum taskum - á tremur við forvitni og vónum og kærleika til lívið - ganga øll inn í skúlan, inn í fólkaskúlan, sum er tann týdningarmesti smeltipotturin í lívinum hjá hvørjum einstøkum. Her skulu kør fyllast við vitan, her skulu vit brýnast til sosialar ábyrgdarpersónar. Her skulu vit forelska okkum, hava hjartasorg, uppliva stóra gleði og eisini niðurløg. Varaløgmaður helt tað vera eina ta týdningarmestu hendingina í lívinum hjá eini bygd, eini sókn ella kommunu at byggja ein skúla. Hann vísti á, at bygdaskúlin hevur verið og fer at vera hvørvisteinurin í menningini hjá eini bygd og einum landi. Høgni Hoydal nam eisini við fortíðina og vísti á ta sannroynd, at í hesi sóknini lá prestaskúli í síni tíð, og her hevur eisini stríðið staðið fyri einum føroyskum skúla og hava fleiri stórmenni havt sína vøggu her. Varaløgmaður helt fyri, at hóast karmarnir hava verið smáir og umstøðurnar ikki tær bestu, so hevur borið til at skapt ein góðan skúla. Nú broytast hesir karmar og metti hann, at fólkið í sóknini fór eisini at megna at koyra nýtt og gott innihald í skúlan. Hann endaði við at minna á, at skúlin er ikki bara fyri børn, lærarar og foreldur. Hann er mentanarmiðdepil fyri bygdirnar og fyri alt landið. Umfatandi skaðar í Klaksvík Tað fer at kosta Klaksvíkar kommunu fleiri milliónir krónur at gera skaðarnar aftur eftir áarføri mánadagin Klaksvík: Skaðarnir av áarførinum og skriðulopunum í Klaksvík mánadagin eru so umfatandi, at tað fer at kosta fleiri milliónir krónur at gera vegir, gongubreytir og annað aftur. Fyrrapartin í gjár hittust ábyrgdarfólk hjá Klaksvíkar kommunu og sløkkiliðnum fyri at gera eina fyribils meting av skæðunum, sum hendu mánadagin. Eisini var uppruddingararbeiðið lagt til rættis. Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, metir, at umvælingarnar fara at kosta fleiri milliónir krónur, og at tað fer at taka drúgva tíð at fáa alt í rættlag aftur. Sløkkiliðið hjálpa til Nógvir vegir hava fingið skaða, gongubreytir somuleiðis, og á Helnabrekku er mest sum allur vegurin farin. Úti í Grøv er nógva av arbeiðnum, sum er gjørt fyri at fríðka um økið, farið fyri skjeyti. Ætlanin er nú, at tekniska nevnd hjá Klaksvíkar býráði skal gera eina meira neyva meting av, hvussu nógv uppruddingar- og umvælingararbeiðið fer at kosta. Men fólk hjá kommununi eru farin í holt við mest átrokandi uppgávurnar eftir mánadagin, og seinnapartin í gjár skuli sløkkiliðið í Klaksvík eisini fara upp í uppruddingarbeiðið. At gera SEV til partafelag førir til stórar eykarokningar SEV verður rikið so væl sum tilber og eg dugi ikki at síggja, at brúkarin fer at fáa bíligari streym, um vit verða skipað sum eitt partafelag, sigur John Danielsen, fíggjarleiðari í SEV Tað er ringt at síggja, hvussu el-brúkarin skal kunna fáa nakað burturúr, um SEV verður skipað sum eitt partafelag. Tað sigur John Danielsen, fíggjarstjóri hjá SEV. Tað eru limirnir í Kommunusamskipan Føroya, sum á seinasta fundi í Havn í farnu viku, umrøddu málið um at gera SEV til eitt partafelag. Tað eru seks tær størstu kommunurnar í landinum, Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Tvøroyrar, Vágs og Fuglafjarðar kommuna, sum eru limir í Kommunusamskipan Føroya og tær fara nú at kanna fyrimunir og vansar við at gera SEV til eitt partafelag. SEV stjórin Klæmint Weihe er burturstaddur og fíggjarleiðarin, John Danielsen, vil ikki leggja seg út í málið sum so. Hann er bara embætismaður hjá SEV og hann heldur, at hatta er eitt mál, sum eigur at verða viðgjørt ímillum tey, sum eiga SEV, og ikki minst eigur hesin spurningurin at verða viðgjørdur í umboðsnevndini og stýrinum fyri SEV. Men sum heild kann hann siga, at hann dugir ikki at síggja, hvussu brúkarin skal kunna fáa nakran fyrimun av at SEV verður gjørt til eitt partafelag. Eftir mínum tykki verður SEV rikið rættiliga væl og eg dugi ikki at fáa eyga á, hvussu raksturin skal kunna gerast bíligari, bara tí at tað verður umskipað sum eitt partafelag. Hann nevnir t.d. at SEV brúkar rættiliga nógva olju og hon verður ikki bíligari, av st skipa SEV til eitt partafelag. SEV er eitt lutafelag og eg dugir ikki at ímynda mær, hvussu tað fer at gera raksturin bíligari, um tað verður gjørt til eitt partafelag. Eyka útreiðslur Hann sigur tvørturímóti, at verður SEV gjørt til eitt partafelag, fer tað at føra stórar útreiðslur við sær, sum felagsskapurin ikki hevur í løtuni. Sum er, sleppur SEV undan at betala skatt. Men verða vit gjørd til eitt partafelag, skulu vit eisini betala partafelagsskatt. Hann sigur eisini, at ein annar spurningur, sum støða skal takast til, er, hvussu farast skal fram, um kommunur selja síni partabrøv í SE. Hvør skal kunna keypa partabrøvini. Í øllum førum verður onki at ivast í, at tey, sum fara gera íløgur í partabrøv í SEV, gera tað eina og aleina tí at tey vilja hava avkast. Verður SEV gjørt til eitt partafelag, fer kravið um vinningsbýti tí uttan iva at verða reist á aðalfundunum. Hetta verða í hvussu so er tveir ítøkiligar og munandi broytingar í búskapinum hjá SEV, um felagsskapurin verður gjørdur til eitt partafelag, Hann leggur afturat, at tá ið SEV so fær tvær slíkar týðandi útreiðslur afturat, kann tað eisini hugsast, at streymurin fer upp. Hann sigur, at ein annar máti er sjálvandi at steðga við útbyggingum og at draga tað út at nútímansgera netið, fyri at fáa ráð til hesar eyka útreiðslurnar. Hinvegin dugir hann illa at hugsa sær annað, enn at útbúnaðurin hjá SEV má altíð verða so góður sum gjørligt í einum framkomnum landi sum Føroyum Og hóast hann heldur, at SEV hevur gjørt eitt stórt arbeiði í so máta, kann tað sjálvsagt altíð verða betri. Men skal SEV gerast til eitt partafelag, so at raksturin verður broyttur til at snúgva seg um at fáa so stórt avkast sum gjørligt av eini íløgu, fara raðfestingarnar sjálvandi at verða gjørdar øðrvísi. John Danielsen sigur, at hinvegin fer tað at føra til nakrar bygnaðarligar spurningingar, um SEV verður umskipað til eitt partafelag. Eitt nú skal felagsskapurin so fylgja partafelagslógini, umboðsnevndin verður tikin av og í hennara stað kemur aðalfundurin og aðalfundurin skal so velja stýrið, sum umboðsnevndin nú velur. Um trý ár fáa suðuroyingar nýggjan Smyril Fimm tilboð eru komin inn uppá at projektera nýtt skip til Suðuroyarsiglingina og byggingin byrjar næsta ár Nú er rættilig gongd komin á arbeiðið at útvega ein nýggjan Smyril til suðuroyarsiglingina hjá Strandferðsluna. Og bæði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, og leiðslan á Strandferðsluni, eru samd um, at seint í 2003 skal hann koma í sigling. Strandferðslan hevur boðið arbeiðið at projektera skipið út og tey tilboðini komu inn mánadagin. Fimm skipasmiðjur í Føroyum, Noregi og í Danmark vóru bidnar at geva tilboð uppá at projektera tann nýggja Smyril og tær lótu allar tilboð inn. Tilboðini lógu úr 525.000 krónum upp í 800.000 krónur. Sostatt var 275.000 krónur á muni á tí dýrasta og tí bíligasta tilboðnum. Men Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni, vil ikki siga, hvørji tilboð, hvør av skipasmiðjunum eigur. Skipasmiðjurnar, sum vóru bidnar at geva tilboð eru, Tórshavnar Skipasmiðja, Vik & Sandvik og Kværndokk & Eldoy í Noregi og tær báðar donsku skipasmiðjurnar, Knud E. Hansen og Dwinger Marine Consult. Ætlanin er at arbeiða skjótt og í næstu viku fer Strandferðslan at viðgera tilboðini. Seinast hálvan oktober skuldi tað helst verðið gjørt av, hvør skal projektera skipið. Projekteringin skal vera liðug fyri jól og komandi ár skal byggingin byrjað. Magnus Magnussen sigur, at byggingin skal byrja næsta ár og seint í 2003 skal nýggi Smyril setast í sigling. Peningur settur av Seinasta fríggjadag høvdu Strandferðslan og vinnumálastýrið kunnandi fund fyri politikarum og fjølmiðlunum um nýggja Smyril. Bjarni Djurholm, Landsstýrismaður í vinnumálum sigur, at nýggi Smyril er raðfestur fremst av teimum íløgum, sum skulu gerast. Og hann leggur afturat, at ongin ivi er um, at tað í løgtinginum yvirhøvur er politiskur vilji at gera hesa íløguna nú. Tí verður peningur settur av á fíggjarlógini fyri 2001 til at byggingin kann byrja av álvara koamandi ár. Hetta er ein íløga sum er alneyðugt fyri at suðuroyingar skulu hava javnbjóðis møguleikar við allar aðrar føroyingar til at búgva, liva og at virka. Hetta er eisini ein íløga, sum skal tryggja tørvin hjá vinnuni. Suðuroyarfjørður er ógvuliga ringur sjógvur og skalt tú byggja eitt skip, sum lýkur neyðug krøv til tryggleika og hentleikar, krevst eitt so stórt og gott skip, sum her er talan um. Bjarni Djurholm sigur, at nýggja suðuroyarskipið fer at kosta einar 250 milliónir. Talan verður um eitt skip sum verður einar 115 metrar langt og sum skal sigla 21 míl og umborð verður tað sera væl útgjørt fyri at gera umstøðurnar hjá ferðafólki, manning og farmi so góðar sum gjørligt. Nýggi Smyril fer at taka um 800 fólk, men hann tekur tvær ferðir so nógvar bilar sum Smyril nú ger. Tá ið skipið siglur so skjótt, fer tað at bera til at sigla fýra ferðir ímillum Havnina og Suðuroynna um dagin, um tað verður neyðugt einaferð í framtíðini sigur Bjarni Djurholm. Tjóðveldið og NATO - ein kúvending uttan líka RÆTT er, at verjumál er danskt málsøki, og at danska stjórnin kundi gera, sum hon vildi, tá hon gav NATO og amerikumonnum loyvi at leggja støðir sínar her á landi í fimti- og sekstiárunum. Danska stjórnin kundi somuleiðis leggja sektin á samtyktirnar á Føroya Løgtingi um, at Føroyar skuldu haldast uttan fyri allar hernaðarsamgongur, og at hermenn ikki skuldu vera knýttir at hesum støðum. VIT kunnu partvíst geva formanni Tjóðveldisfloksins rætt í tí hann førir fram í Sosialinum týsdagin, men vit kunnu ikki geva honum rætt, tá hann skuldsetir føroyskar politikkarar fyri at taka undir við stjórnini, og fyri ikki at sýna ábyrgd. Formaðurin í Sambandsflokkinum segði víst, at landsstýrið hevði einki at gera við hetta málið, tí tað er danskt málsøki, men formaðurin í Javnaðarflokkinum fýltist hinvegin á, at málið - fyrispurningurin um fundin við George Robertsson - ikki varð lagdur fyri uttanlandsnevndina, sum skal kunnast um øll viðurskifti í fullveldistilgongdini. Tað er einki galið í tí, at landsstýrið kannar og spyr seg fyri um støðu Føroya í verjuhøpi, um vit skipa Føroyar sum fullveldisríki, men avtalaðar mannagongdir eiga at haldast. TÁ alt hetta er sagt, skal leggjast afturat, at tað er einki annað enn margháttligt og láturligt - hóast málið er av teimum mest álvarsomu - tá tjóðveldismenn tosa um møguligan limaskap í Partnership for Peace. >>Peace<<...tað ljóðar gott, men hetta er felagsskapur undir NATO: Og øll, sum minanst aftur í seksti- ella sjeytiárini, kenna áhaldandi herrópið hjá tjóðveldismonnum >>Hervaldið av landinum<<. Eitt herróp, sum varð málað á garðar og veggir og mangan brúkt í blaðgreinum - ja, mundi tað ikki breiða seg yvir fleiri teigar í Fjúrtanda viðhvørt? VÍST broytast tíðir. Nýtt fólk kemur til. Men løgið er, at tjóðveldisfólk, sum sanniliga vóru uppi í friðararbeiðnum her á landi, nú tiga, tá Tjóðveldisflokkurin - uttan um Løgtingið og ímóti andanum í løgtingssamtyktunum - tosar um fund við NATO og møguligan limaskap við Partnership for Peace. Góðu tit, friðarfólk, hvar eru tit nú? Ja, summi yppa øksl og vilja vera við, at tey vóru ímóti kjarnorkudubbingini og kanska ikki so nógv ímóti Mjørkadalsstøðini. Hatta er tvætl! Almenni politikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum var, at hervaldið skuldi av landinum. Alt annað er uttanumtos og svik. Jógvan Durhuus er, sum vituligt er, illa við og krevur at løgtingssamtyktirnar skulu virðast. Øll eru altso ikki paralyserað enn, so vón er. Víst broytast tíðir, men... Minningarorð um Regin Henriksen, Sørvágur f. 6. mai 1980 - d. 14. mai 2000 Brádliga bórust boðini um bygdina, Regin hjá Dalla varð deyður. Bert 21 ára gamal. Soleiðis byrjaðu minningarorðini um beiggja okkara, sum doyði í 1977. Aftur í dag standa vit hjálparleys og spyrjandi: Hví Regin okkara Regin! Ja, tað vardi meg ei, at tað kundi henda enn einaferð. Mín hugur er hjá tær Rannvá góða, og mangur man standa spyrjandi, hví lagnan kann verða so hørð við nøkur, men einki svar vit finna. Fyrst tín tvillingsbeiggi og nú tykkar høgt elskaði sonur, sum eisini fekk navnið Regin. Bert 20 ára gamal. Nú fýra mánaðir eru farnir, grætur hjarta mítt enn. Mínir tankar eru hjá tykkum øllum góða Rannvá, Jákup, Beinta og Dánjal. Tit hava mist eitt tað dýrabarasta, tit áttu. Regin var ein sera góður og stillur drongur, og var hann til stóra gleði fyri tykkum og okkum øll, hesa alt ov stuttu tíð, honum untist at liva. Hugur mín leitar eisini til tín góða manna og Jóhannes abban. Tað vóru sera tung boð at frætta, at tú, Regin góði, ikki var ímllum okkum meira, bert eina viku eftir, at tú hevði hildið tín 20 ára føðingardag. Tú vart so glaður fyri dagin, sum mamma tín hevði givið tær, og vit høvdu tað sera hugnaligt, men at vit ikki skuldu síggjast aftur, mostur og tú, er ikki til at skilja. Longsulin eftir tær góði er nívandi, og so tað, at hugsa um tíni kæru, sum eftir sita. Nú Regin er farin, er mangt og hvat at minnast aftur. Tað, sum sermerkti Regin var hansara stilla og tolna lyndi. Altíð góðsligur og trúfastur. Hesir eginleikar góvu honum nógvar góðar vinir, sum so sára sakna hann í dag. Eftir at Regin hevði fingið prógv í 10. flokki, fór hann sum mangur annar unglingi til skips. Sigldi trúfastur 2 ár við djúpvatnstrolaranum >>Vesturskini<<. Tað kom skjótt til sjóndar, at Regin hevði góða sjónatúr og var nærlagdur og álítandi í arbeiði sínum. Regin legði framtíðarætlanir sínar og valdi at fylgja fótasporum faðirs síns, og fór í smiðjulæru hjá J. K. Joensen í Miðvági. Hetta var eitt yrki, sum hann hevði stóran tokka og hegni til og eitt arbeiðspláss, sum hann var sera glaður fyri. Saknurin er so stórur eftir teg góði. Eg tori næstan ikki at ímynda mær tað tómrúm, sum er í gerandisdegnum hjá tykkum í Sørvági, men eitt er vist, at tit eiga góð og rík minnir eftir Regin. Vita skulu tit Rannvá og Jákup og systkini, at tað eru mong, sum hugsa um tykkum og taka lut í sorg tykkara. Má Harrin styrkja tykkum í hesi sváru sorgartíð. Æra verður minnið um Regin. Mostur Eg vil loyva mær at enda við sanginum sum omma Regin, Brynhild hevur yrkt: Eydna góð á fold varð givin mær at ognast heimið gott, har, hvar góðsemja og blídni altíð hava valdið átt. Faðir móðir væl meg vardu hildu allar sorgir vekk, so at eg, ta tíð eg livdi, sum á blómugøtu gekk. Tit í Harrans hús meg bóru, lærdu meg at kenna Gud, og at tann, sum trýr á Jesus, fær í himli góðan lut. Tí var lív mítt her ein gleði, Tryggheit, friður fylgdi mær, til nú Harrin heim meg kallar, tí mítt lívsskeið runnið var. Ongin veit, hvat lívið bjóðar; kanska fekk eg besta lut, tí at eg á ungum aldri sloppin eri heim til Gud. Deyðans myrkur skjótt fær enda, og eg síggi dagin, tí fyri mær ein nýggjur heimur bíðar aftan fyri ský. Kanningin av at privatisera SEV heldur fram Tórshavnar býráð samtykti einmælt mánakvødlið at halda fram við kanningunum av at privatisera SEV Mánakvøldið samtykti Tórshavnar Býráð einmælt, at Kommunusamskipan Føroya heldur fram við at kanna fyrimunir og vansar av eini møguligari privatisering av SEV. Tað var Sambandsflokkurin í Tórshavnar Býráð, sum hevði kravt málið um privatisering av SEV fyri býráðið, eftir at komið varð fram, at Kommunusamskipan Føroya arbeiddi við málinum. Heðin Mortensen segði í farnu viku, at borgarstjórin og býráðsskrivarin vóru farnir út um sínar heimildir í hesum máli. Leivur Hansen, borgarstjóri, sigur í tíðindaskrivi, at arbeiðið, sum Kommunusamskipanin varð í gongd við nú heldur fram, og tá úrslitið av kanningunum er greitt, leggur Kommunusamskipan Føroya tað fyri býráðini í teimum seks limakommununum til ummælis og støðutakan. Minningarorð um Borghild Kristiansen f. 1/2-1914 - d. 22/12-1999 Góða mamma, omma og vermóður. Tað er so svárt at fata, at tú ikki ert ímillum okkum longur. Tú vart gott nokk gomul, 85 ár, men í sinni ung. At tú ert farin frá okkum er so ringt at skilja. Hvønn dag rokna vit við, at tú, við tínum blíða brosi, trínur inn um dyrnar. Okkum leingist so nógv eftir tær. Vit tosa so ofta um teg. Tað er sum um genturnar ikki hava fatað tað enn. Góða mamma, tað, ið ger tað lættari hjá mær at koma víðari, eru tey góðu minni, ið eg havi eftir teg og babba, so rík uppá kærleika og erligheit; altíð vóru tit har fyri meg. Síðan mínar gentu og Jón - altíð klár at hjálpa har ið tit kundu. So rík og góð minni fara vit altíð at goyma í okkara hjørtum. Eisini hevur Havnin mist eina av sínum býarmyndum, altíð vart tú at síggja í býnum. Var ein konsert, eitt sangkór, so vart tú og lurtaði, var ein sjónleikur ella ein framsýning, so vart tú har - øllum tí mentanarliga fylgdi og stuðlaði tú. Møtti eg fólki, so vendi snakkið sær altíð ímóti tær, øll róstu tær og spurdu eftir tær, altíð ein heilsan við heim til tín. Tað sást eisini í kirkjuni, tað vóru so nógv fólk og fylgdu tær til títt seinasta hvíldarstað. Tað fløgur eisini okkara hjørtu - og hjálpir okkum at koma víðari fram í lívinum. Góði Jón, eisini ein serstøk tøkk til tín, sum gjørdi tað møguligt at hava bæði míni gomlu foreldur heima so leingi. Tað hevði eg ikki kunnað klárað einsamøll. Tað er nokk eisini eitt serligt menniskja, sum ofrar seg so nógv sum tú, túsund takk. Friður veri yvir minnini um tykkum, góðu mamma og babba. Elin Tilfeingispolitikkurin er órættvísur og darvar búskaparumhvørvinum Verandi tilfeingispolitikkur stríðir ímóti javnstøðurætti borgaranna, tí rættindini verða latin einstøkum úrvaldum borgarum, uttan at teir gjalda fyri hendan rætt. Tilfeingispolitikkurin darvar eisini búskaparumhvørvinum, tí kappingin um atgongd til hendan eksklusiva rætt, avloysir kappingina um mest effektiva vinnuliga raksturin. Tað er so ymiskt, sum lond í heiminum eru vælsignað við náttúruríkidømi. Nøkur hava so at siga einki av gávum frá náttúrunnar hond, meðan onnur mest at kalla sigla oman á keldum av flótandi ella føstum náttúrutilfari við øðiligum søluvirði. Men henda signing frá náttúrunnar hond er ikki altíð komin so væl við. Kanningar av búskaparstøðuni í heimsins londum, flokkað eftir hvussu nógv tey hava av náttúrutilfeingi, vísa, at tey klára seg ikki betur ja, kanska heldur verri enn onnur við minni náttúrutilfeingi. Eyðvitað er tað so, at summi lond, sum hava nógv tilfeingisríkidømi, eru sera rík. Men tað er eisini so, at summi lond, sum hava nógv tilfeingisríkidømi, hava lágan búskaparvøkstur og standa seg illa í altjóða kapping um marknaðir. Uttan at fara djúpri í generellu orsøkirnar, er tað eina messu vert at líta beinleiðis at okkara egnu støðu. Tilvildin hevur rúgvað ikki so heilt lítið av vælsignilsum í okkara hendur: fiskiríkidømi, sum hvørt ár gýtur nýggjar árgangir til okkum at veiða vælhóskandi fjarðaumhvørvi til aling av fiski og møguliga eisini keldur av kolvetnistilfari í undirgrundini Serrættindini uttan grundleggjandi heimildir Har ið áður var óhindrað atgongd til hesi tilfeingi, hava myndugleikarnir avmarka atgongdina. Til dømis kundi hvør tann sum vildi kasta snøri, seta línu ella skjóta trol í føroyskum sjógvi inntil fyri fáum árum síðan, men í dag hava nakrir fáir føroyingar fingið hendan rættin tillutaðan burturav, meðan allir aðrir eru hindraðir at reka sama virksemi. Støðan er tí tann, at náttúruríkidømi í føroyskum øki, er latið nøkrum úrvaldum borgarum til nýtslu, uttan at teir gjalda afturfyri hendan rættin. Tað vísir seg, at borgararnir hava sera ilt við at góðtaka, at ein, sum hevur fingið tillutað ein fjørð at ala fisk á, ella ein annar, sum hevur fingið tillutað loyvi til fiskiskap, selja síni rættindi fyri miljónaupphæddir. Hetta er tað sama, sum so mangan hevur fingið ilt í íslendingar: at rættindini verða handlað í miljónum, sum knappliga meira sjónliga vísa, at tað almenna hevur dugnað nøkrum úrvaldum borgarum. Tað er ikki í samsvari við grundleggjandi rættin hjá borgarunum, at tilfeingiságóðin fellur nøkrum fáum borgarum í lut. Tey flestu vildu nokk hildið tað verið misrøkt av almennum pengum, um landsstýrið gav privatfólki brúksrættin til rentuna av peningi, ið landskassanum hevur innistandandi í Landsbankanum. Men tað er júst hetta, sum fer fram, tá landsstýrið ókeypis letur privatfólki brúksrættin til "fólksins ogn", t.e. tilfeingið sum til dømis oljuøki, fiskastovnar og alifirðir. Eingin munur er á hesum politikki og at geva privatum brúksrætt til rentuna av teim pengum, sum landskassin hevur á bók í bankum og aðrastaðni. Í báðum førum er talan um at virðisøkingin av einum tilfeingi, sum er "fólksins ogn", verður latin meira ella minni tilvildarliga valdum privatpersónum fyri einki. Effektiviteturin minkar Fleiri aðrir spurningar hava eisini týdning, og av teimum er tað serliga spurningurin um búskaparliga skilið í burturlutingini av náttúruríkidøminum. Tilfeingisrentan er tað íbornað virðið, sum liggur í nátturutilfeinginum, áðrenn mannahondin er komin at tilfarinum. Tað kann vera gull, kol ella kelduvatn í fjallinum, olja ella annað kolvetni í grundtilfarinum, hóskandi firðir við vatnútskifti til aling ella tilvøksturin í fiskastovnunum í føroyskum sjógvi. Atgongdin til hetta ríkidømi er vinnuliga meira vert enn atgongdin til aðra vinnu. Byrjar tú vinnu sum húsasmiður, skalt tú, umframt amboð, keypa timburtilfarið, um tú skalt byggja eini hús at selja við vinningi. Ert tú handilsmaður mást tú, umframt høli og amboð, keypa vøruna, tú skalt selja øðrum við vinningi. Hevur tú eitt flakavirki, mást tú, umframt virki sjálvt og maskinur, keypa fiskin til virkingar, so tú kanst selja við vinningi. Men fert tú undir fiskiskap nýtist tær bara amboðini. Tær nýtist bara skipið og útgerð. Fiskin sjálvan fært tú fyri einki, hóast hann á so mangan hátt er samfelagslig ogn. Hetta hevur við sær, at vinningurin av fiskiskapi er partvíst ein virðisøking av sjálvum tí arbeiðinum at reka fiskiskap, men partvíst er vinningurin eitt íkast av virðinum av sjálvum tilfeinginum. Tí er søga menniskjunnar í so mangar mátar ein søga um bardagan fyri rættinum til gullnám, oljuøki, vatngoymslur og fiskigrunnar. Har einstakir úrvaldir borgarar fáa rættin til at troyta náttúrutilfeingi tillutaðan, er ein standandi kapping um at sleppa fremst í røðina, tá tillutingin fer fram. Munandi annaðleiðis hevði støðan verið, um tað stóð fleiri reiðaríum í boði, at fáa tillutað loyvi til eitt ávíst dagatal, alt eftir hvat ið teir kundu bjóða fyri tað í pengum. Tá høvdu fiskidagarnir fallið teimum reiðaríum í lut, sum á bíligasta hátt kundu rikið fiskiskapin. Í einum samfelag, har einstakir úrvaldir borgarar fáa rættin tillutaðan, til at troyta náttúrutilfeingi, verður kapitalur í alt ov stóran mun rikin yvir í troytingina av náttúrutilfeinginum, eins og arbeiðskraftin eisini verður tað. Mangan verður spurt um hví aðrar vinnur ikki í størri mun taka seg upp í Føroyum. Orsøkin er millum annað at finna í akkurát hesum. So leingi tað eru vinnur, sum geva serligt avkast frá náttúrutilfeinginum aftrat sjálvum vinnuliga rakstrinum, so draga tær kapital og arbeiðskraft til sín, meira enn neyðugt er. Seldi tað almenna rættin til náttúruríkidømi, høvdu vit lagt frægastu grundina undir, at nýggjar vinnur kundu alt bæði kapital og arbeiðskraft at sær. Sum er, loysir tað seg ofta best at leggja kapitalin í tilfeingisvinnuna, tí har væntar tú eitt eyka íkast frá náttúrutilfeinginum, hóast tað saktans kann hvørva júst tí at ov mikið av kapitali flokkast um júst ta vinnuna. Tað loysir seg betur at skaffa sær tjans við einum góðum báti enn at fáa sær eina útbúgving ella royna seg sum slóðbrótara í nýggjum vinnum. Gjald fyri atgongd til tilfeingi Fiskidagaskipanin hjá okkum hevur gildi í eitt avmarkað áramál, og vit hava bæði høvi og átroðkandi orsøkir til at taka málið uppaftur til viðgerðar, áðrenn vit staðfesta eina nýggja skipan av fiskivinnupolitikkinum. Somuleiðis eiga vit at taka allan annan tilfeingispolitikk til viðgerðar av nýggjum, í samsvari við nakrar aðalreglur, sum samsvara grundleggjandi rættlætiskenslur og samfelagsgagnlig aðalmál. Tað eigur ikki at bera til hjá tí almenna at geva rættindi burtur, sum hoyra øllum samfelagnum til, uttan at tann, ið fær atkomumøguleikan til rættindini, letur eitt gjald afturfyri, sum á onkran hátt svarar til virðið á tí, hann hevur fingið. Hetta eigur at vera galdandi í fiskiskapi, kolvetnismálum, atgongd til vinnuliga nýtslu av vatni, sjógvi, jørð og øðrum, sum av náttúrunnar ávum er lent í føvninginum á fólkinum, sum her býr. Samfelagið alt skal hava gagnið Kenda náttúruríkidømið, sum kann geva búskaparligt íkast, er vaksið munandi um okkara leiðir seinastu árini. Hóskandi alisjógvur fekk nústaðni búskaparligt virði fyri fáum árum síðani. Kolvetni so sum olja og gass eru beint nú vorðin ein møguleiki, sum vinnuligur rakstur nú er í. Fiskur hevur verið tað í øldir, meðan jørðin hevur verið minkandi í tign í langa tíð. Sum tøknin vinnur fram, ella kanska so hvørt sum nøgdin av øðrum tilfeingi minkar ella gerst dýrari, kunnu nýggjar keldur koma undan kavi, sum hava búskaparligt virði. Hvør eigur so av røttum at fáa gagnið av ríkidøminum, sum er um okkara leiðir? Tað eigur samfelagið sum heild. Vit skulu ikki bara syrgja fyri at borgararnir allir hava sama rætt til at fáast við tilfeingisvinnu, vit skulu eisini lata atgongdina til tilfeingi fyri tann prís tað til eina og hvørja tíð hevur. Til at tryggja at prísurin er tann rætti, er kapping á jøvnum føti um atgongdina oftast tann rætti mátin. Atgongdin til fiskiskap, aling og oljukeldur eigur at verða seld tí, sum kann lata mest fyri atgongdina, so at restin av samfelagnum fær sum mest í sín part fyri ognarrættin til ríkidømið. Hetta er higartil ikki gjørt í nøkrum av tilfeingisvinnunum fiskiskapi, alivinnu ella oljuvinnuni. Jóannes Jacobsen og Hermann Oskarsson Kamban, penganeyð, viðurkenning og lygn Eg fari beinanvegin at siga, at tá ið Hanus Kamban sigur í grein frá 13. september í bløðunum, og eg siteri: Sum støðan er í Føroyum í løtuni, hava listafólk einki stað, hagar tey kunnu senda sínar umsóknir, t.e. ongan virkandi mentunargrunn. (Sitat endað) Hetta er ikki satt, tí júst nú hevur Mantunargrunnur Føroya Løgtings havt fund og stuðla fleiri mennandi og góðum listafólkum! At Hanus Kamban so ikki hevur fingið nakað frá grunninum, ja tað er bara harmiligt! Og Fjølrit er eisini virkandi grunnur, sum stuðlar! Nú lastar og niðurgerð hesin Hanus Kamban alt virksemi hjá Mentunargrunni Føroya Løgtings seinastu 22 árini, og sigur, at hann hevur skrivað (citat): so at siga lønarleyst! Ikki fyrr enn fyri fáum døgum síðani fekk eg at vita, at hesin sami Hanus Kamban er hin sami Hanus Andreasen, og er mín spurningur tí til henda mann: Hvør hevur onga løn fingið - Hanus Kamban ella Hanus Andreasen? So nýtur Hanus Kamban eitt dømi við júst heiðraða rithøvundanum Jóanes Nielsen, sum verður tikin fram sum pengamaskina, og sigur um seg sjálvan livandi í oyðimørk, og eg siteri: Hjá mær, eins og hjá teimum flestu í mínum bólki, er støðan tann øvuta. (Sitat enda) Og vit kunnu leggja aftrat, at støðan hjá Hanusi Kamban er tann øvuta tí hjá Jóanesi Nielsen! Tá ið Hanus Kamban sigur, at eg sum skrivandi maður livi í somu oyðimørk sum hann og sama >>bólki<<, so skal eg upplýsa mentamálaráðharranum, at tað geri eg ikki! Frá 1994 og til dagin í dag gav eg 8 bøkur út! So eg veit ikki, hvønn >>bólk<< Hanus Kamban sipar til, men tað kann hugsast at verða bólkurin við Hanusi Kamban, Róa Patursyni, Ebbu Hentze og øðrum landskassariknum høvundumum í Havn, sum ikki hava annað at skriva um enn onnur, sokallaðir limir í Interrós?! Og eg fari eisini at viðmerkja nýggju kunngerðina til Mentunargrunn, tá ið hon verður kunngjørd, tí tá henda nýggja skipan kemur í gildi, tá verður ikki tespiligt hjá okkum høvundum sum búleikast uttan fyri Havnina! Tá ið Hanus Kamban skal fáa 3 ára legat úr Mentunargrunninum uppá 700.000 krónur, tá verður ikki nógv eftir í grunninum at stuðla øðrum við, tað sigur seg sjálvt! Nú sigur kanska onkur, jamen øll skrivandi hava møguleika at søkja um 3 ára legat. Men øll hava ikki møguleika at fáa tað! Tá ið >>bólkurin<< hjá Hanusi Kamban kemur framat nýggja Mentunargrunninum saman við Mentamálastýrinum, tá er einki sum eitur rithøvundur á bygd longur! Lesi svarið frá nýggja mentamálaráðharranum í Dimmu leygardagin til henda sama Hanus Kamban, so síggja tit hvønn veg tað gongur! At ein mentamálaráðharri orðar seg soleiðis á so ódiplomatiskum støði, sum Torbjørn Jacobsen ger, sigur mær sera nógv! Og eg taki ikki hædd fyri, at nýggi mentamálaráðharrin júst hevur tikið við starvinum sum landsstýrismaður, tí Torbjørn Jacobsen veit væl, hvør ætlanin er við nýggja Mentunargrunninum! Seinastu tíðina hava jú fullveldis skaldini fingið stórar peningaupphæddir frá landsstýrinum, og hetta bara stendur við og versnar so hvørt Mentamálastýrið og mentamálaráðharrin koma meiri og meiri inn í mentanina! Og ikki at gloyma Útvarps- og Sjónvarpsnevndirnar, sum settar vórðu herfyri av táverandi mentamálaráðharra og Mentamálastýrinum, men sum seinni vórðu avdúkaðar, tíbetur! Hetta er fullveldis gongdin á mentunarliga økinum, men henda gongd er ikki bert galdandi innan fyri mentan, hetta verður framtíðin á øllum økjum! At enda fari eg at spyrja mentamálaráðharran, um Hanus Kamban hevur gjørt nakra avtalu við mentamálaráðharran um at fáa stóran fullveldisstuðul, tí soleiðis er orðaljóðið og andin bæði í brævinum hjá Hanusi Kamban og aftursvarinum hjá mentamálaráðharranum? Ólavur í Beiti rithøvundur Opið bræv til Tórshavnar Býráð Halló allir býráðslimir. Nú stundar til kommunuval. Hóast at tað allarhelst kemur óvart á tykkum, so ivast vit onga løtu í, at tit eru glað um hesi boðini tit nú fáa frá okkum: " SURPRISE ! Vit í Foreldrafelagnum ætla fram til valið hvørja viku alment at eftirmeta avrik tykkara á barnaansingarøkinum. Og hví fara vit at gera tað? Jú - tí at hesuferð skal barnaansingin ikki bara verða valagn !!" Hatta vóru tey góðu tíðindini. Tey ringu tíðindini eru - og lat tað verða sagt beinanvegin - tað sær ikki for gott út hjá tykkum. Hvørja viku fram til valið skulu vit ymsar síður av barnaansingartrupulleikanum, og í dag skulu vit hyggja nærri at bíðilistunum. Afturlítandi ber til at siga, at aftaná eitt áhaldandi trýst frá foreldrum og Foreldrafelagnum, ásannaðu tit til endans, at ikki komst uttanum at fáa nakrar almennar og objektivar reglur fyri hvussu børn skuldu sleppa av bíðilistanum og inn á stovnarnar. Tit kundu ikki í longdini liva við eini rúgvu av frustreraðum og illum borgarum, sum øll fortaldu og hoyrdu søgur um hvussu ein skuldi gera yvirfyri býráðnum fyri at fáa sítt barn inn á stovn. Tað var nokk meiri av møði enn føði, at tit komu til ta ásannina. Ásettar vórðu meginreglur um bíðilistan, upptøkutreytir og hvussu býráðið skuldi kunnað foreldrini um hetta. Vónir vóru fyri, at nú fór at ganga betri við hesi tænastu mótvegis borgarunum - men gakk - har hendi einki. Grundgeving býráðsins var tann, at reglurnar ikki kundu takast í brúk fyrr enn eitt serligt telduforrit varð útvegað. Býráðið trúði vónandi ikki uppá eina tekniska loysn á barnaansingartrupulleikanum? Bíðað varð í einum blandingi av tolni og spenningi, og dagurin upprann eisini, tá ið telduforritið varð tikið í nýtslu. Tað var beint undan summarfrítíðini í ár, og tað merkti, at tá ið børnini hesaferð (summarið 2000) skuldu takast inn á stovn, so var tað við hjálp av m.a. hesum telduforriti. Men vit foreldur og borgarar í Havn sóu ongan mun á mannagongdini, tí at hugburður býráðsins til barnaansingartrupulleikan var einki broyttur - gomul vøra í nýggjum pakkitilfari. Tí hvat varð gjørt á hesum sinni? Akkurát tað sama sum undanfarin ár. Í "nattens mulm og mørke" vóru brøv send út til tey foreldur, sum høvdu fingið børn síni inn á stovn. Hini - t.v.s. øll tey, ið einki bræv fingu - løgdu annaðhvørt postmannin undir at hava forkomið brævinum frá býráðnum (býráðið hevði jú lovað at hesuferð var heilt víst, at barnið slapp inn) - ella roknaðu tey út (einki bræv = einki pláss) at ei heldur hesaferð varð nakað pláss til Lítla palleba ella Lítlu marsonnu. Og hvat gjørdu vit foreldur so? Jú annaðhvørt ringdu ella fóru omaná býráðið fyri at fáa uppklárað hvat var hent. Men har var eingin at hitta vegna summarferiu. Ei heldur á hesum sinni hevði býráðið dirvi at møta sínum borgarum, tá ið mest brúk var fyri tí. Hvat var í vegin hjá býráðnum fyri at kunna borgarar sínar, soleiðs at sleppast kundi undan óvissuni og harvið eisini illum og frustreraðum borgarum? Tær nýggju reglurnar ásettu at tað skuldi gerast. Tað kundi verið lýst í bløðum, útvarpi, heimasíðuni hjá Býráðnum og einhvør - óansæð um børnini sluppu inn ella ei - átti at fingið eitt bræv við eini persónligari kunning um júst teirra støðu. Á tann hátt hevði býráðið sloppið undan at altíð at skulla hopa aftur eftir hali undan sínum borgarum. Neyðarbrævið, sum býráðið hóast alt aftaná sendi til øll, ið eru uppskrivaði á bíðilista, um at børnini sleppa inn á stovn í august 2001 ella 2002, er ein rein undanførðsla. Tí útsøgnirnar í brøvunum, eru ikki knýttar at veruleikanum, men er heldur eitt úrslit av telduforritinum og umboða ynskitankar. Tað er ikki nokk hjá býráðnum at staðfesta, aftaná at hava vitja eina oljuráðstevnu í Stavanger, at ein komandi oljuvinna fer at seta krøv til kommunur um eitt nú eina góða barnaansing, og síðani koma heim og vóna at trupulleikin loysir seg av sær sjálvum. Kanska er orsøkin tann einfalda, at býráðnum væntar førleika og dirvi til at loysa trupulleikan umframt ein politikk á økinum - ein politikk, ið verður gjøgnumførdur í verki. Men fallið ikki í fátt góðu býráðslimir! Vit í Foreldrafelagnum skulu nokk áhaldandi minna tykkum á uppgávuna, sum er sera einføld: "Loysið ansingartrupulleikan eina ferð med alla". Hetta var tað vit høvdu at frambera í hesum umfari - "We'll meet again" Høgni í Stórustovu Vinarliga Foreldrafelagið P.s. Í næstu viku ætla vit at fara at hyggja nærri at avgerð tykkara um discount-barnaansingina, sum tit á ótrúligan hátt hava rótað tykkum út í. Uha - tað sær heldur ikki for gott út við tí. Kvinnur fráveru 11. hvønn dag Vinnuhúsið skrivar, at hækkandi sjúkrafrávera hjá arbeiðarum fær ta samlaðu fráveruna at hækka, vísa nýggj donsk hagtøl. Síðsta ár vóru kvinnuligir arbeiðarar vekk frá teirra arbeiðsplássi 11. hvønn arbeiðsdag - í miðal. Frá 1998 til 1999 hækkaðu árligu fráverudagarnar úr 20 til 21. Tað er heldur hægri persónlig frávera, sum hevur ført til, at fráveran hjá kvinnuligum arbeiðarum svarar til talið av arbeiðsdøgum í einum mánað. Harafturímóti er barnsburður og 1. sjúkradagur hjá barninum ein sindur minni av fráveruni. Tað er tey nýggju fráveruhagtølini fyri 1999 hjá tí Danska Arbeiðsgevarafelagnum, sum skjalprógva sjúkrafráveruna. Í mun til 1998 vísa tølini ein lítla hækkan í tí samlaðu fráveruni á tí privata arbeiðsmarknaðinum. Sjúkrafráveran og tann samlaða fráveran hækkaði eisini eitt sindur fyri mannligar arbeiðarar í 1999. Teir vóru í miðal vekk frá arbeiðsplássinum 18. hvønn arbeiðsdag, tá ið frítíðin ikki verður tald við. Hækkandi persónlig sjúkrafrávera Sjúkrafráveran hjá teimum kvinnuligu arbeiðarunum hækkaði frá 1998 til 1999 úr 5,8 til 6,4 prosent av teirru samlaðu fráveru á 9,3% av arbeiðstíðini - svarandi til ein sjúkradag meira um ári. Hinvegin fall barnsburðarfarloyvi (til 1,7 %), meðan frávera orsakað av 1. sjúkradegi hjá barninum var óbroytt (á 0,3 %). Hjá mannligum arbeiðarum hækkaði sjúkrafráveran eisini eitt sindur, úr 5,4 til 5,6% av arbeiðstíðini - grundað á bæði meira sjúkrafráveru og meira frávera orsakað av 1. sjúkradegi hjá barninum (sum nú er 0,2%). Hækkar í einum hákonjunkturi Eldri DA-sundurgreiningar vísa, at sjúkrafrávera typiskt hækkar í einum hákonjunkturi. Sum ein tummilfingraregul økir eitt fall í arbeiðsloysinum á 1 % sjúkrafráveruna millum arbeiðarar við 4% , men ávirkar ikki fráveruna hjá starvsmonnum. Ein av fleiri møguligum frágreiðingum um hesa konjunkturávirkan kann vera, at eitt fall í arbeiðsloysinum ger, at ein eitt sindur veikari partur av arbeiðsstyrkini kemur í arbeiði. Arbejdsgevaragjald broytir ikki Ein onnur DA-sundurgreining vísti fyri nøkrum árum síðani, at bæði longdin og tali av sjúkratíðarskeiðum í royndum ikki hevur samband við, hvussu fáar ella nógvar vikur arbeiðsgevarin rindar sjúkradagpening ella løn undir sjúku. Hinvegin merkja tey fíggjarligu viðurskiftini hjá arbeiðarunum rættiliga nógv fyri vavið av sjúkrafráveruni: Tá ið karensdagarnir vórðu avtiknir í 1987 og tað arbeiðsgevaragoldnað tíðarskeiðið stytt úr 13 til 5 vikur, viðførdi tað eina hækkan á 22 % í talinum av sjúkratíðarskeiðum hjá arbeiðarum. (Kelda Vinnuhúsið) ODDAGREIN: Tjóðveldið og NATO - ein kúvending uttan líka RÆTT er, at verjumál er danskt málsøki, og at danska stjórnin kundi gera, sum hon vildi, tá hon gav NATO og amerikumonnum loyvi at leggja støðir sínar her á landi í fimti- og sekstiárunum. Danska stjórnin kundi somuleiðis leggja sektin á samtyktirnar á Føroya Løgtingi um, at Føroyar skuldu haldast uttan fyri allar hernaðarsamgongur, og at hermenn ikki skuldu vera knýttir at hesum støðum. VIT kunnu partvíst geva formanni Tjóðveldisfloksins rætt í tí hann førir fram í Sosialinum týsdagin, men vit kunnu ikki geva honum rætt, tá hann skuldsetir føroyskar politikkarar fyri at taka undir við stjórnini, og fyri ikki at sýna ábyrgd. Formaðurin í Sambandsflokkinum segði víst, at landsstýrið hevði einki at gera við hetta málið, tí tað er danskt málsøki, men formaðurin í Javnaðarflokkinum fýltist hinvegin á, at málið - fyrispurningurin um fundin við George Robertsson - ikki varð lagdur fyri uttanlandsnevndina, sum skal kunnast um øll viðurskifti í fullveldistilgongdini. Tað er einki galið í tí, at landsstýrið kannar og spyr seg fyri um støðu Føroya í verjuhøpi, um vit skipa Føroyar sum fullveldisríki, men avtalaðar mannagongdir eiga at haldast. TÁ alt hetta er sagt, skal leggjast afturat, at tað er einki annað enn margháttligt og láturligt - hóast málið er av teimum mest álvarsomu - tá tjóðveldismenn tosa um møguligan limaskap í Partnership for Peace. >>Peace<<...tað ljóðar gott, men hetta er felagsskapur undir NATO: Og øll, sum minanst aftur í seksti- ella sjeytiárini, kenna áhaldandi herrópið hjá tjóðveldismonnum >>Hervaldið av landinum<<. Eitt herróp, sum varð málað á garðar og veggir og mangan brúkt í blaðgreinum - ja, mundi tað ikki breiða seg yvir fleiri teigar í Fjúrtanda viðhvørt? VÍST broytast tíðir. Nýtt fólk kemur til. Men løgið er, at tjóðveldisfólk, sum sanniliga vóru uppi í friðararbeiðnum her á landi, nú tiga, tá Tjóðveldisflokkurin - uttan um Løgtingið og ímóti andanum í løgtingssamtyktunum - tosar um fund við NATO og møguligan limaskap við Partnership for Peace. Góðu tit, friðarfólk, hvar eru tit nú? Ja, summi yppa øksl og vilja vera við, at tey vóru ímóti kjarnorkudubbingini og kanska ikki so nógv ímóti Mjørkadalsstøðini. Hatta er tvætl! Almenni politikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum var, at hervaldið skuldi av landinum. Alt annað er uttanumtos og svik. Jógvan Durhuus er, sum vituligt er, illa við og krevur at løgtingssamtyktirnar skulu virðast. Øll eru altso ikki paralyserað enn, so vón er. Víst broytast tíðir, men... Ríkissjúkrahúsið einaferð enn Rætting og viðmerking til grein hjá Oddvør Johansen Dan R. Petersen, løgtingsmaður, hevur dittað sær í bløðunum at vísa á, teir stóru fyrimunir vit føroyingar hava av at fáa læknaliga serhjálp, fyrst og fremst á Ríkissjúkrahúsinum, og aðrastaðni við í Danmark, har serkunnleikin nú einaferð er at finna, tá okkara egni læknaførleiki ikki røkkur. Og hetta hevur fingið Oddvør Johansen at taka til orðanna. Dan og Oddvør eru annars púra samd um, at Ríkissjúkrahúsið eigur lívið í mongum føroyingi, men so røkkur semjan ikki longur. Oddvør fer at tosa um skitnu vápnini, sum andstøðan nýtir "sum dømi um sambandsins herligheitir", sum hon so spotskliga tekur til - og greiðir frá einum persónligum dømi, tá hon var stødd á Ríkissjúkrahúsinum við einum av hennara nærmastu. Eftir at allar kanningar vóru gjørdar, hendi kortini einki. Tá tey fóru at ótolnast, var svarið frá yvirsjúkrasystrini, at bíðað var eftir pengum úr Føroyum. Og hetta svar leggur Oddvør út, sum um vit gjalda fullan kostnað fyri ta viðgerð, sum okkum føroyingum verður veitt á Ríkissjúkrahúsinum. Jú, hetta er ein partur av sannleikanum, men ikki allur sannleikin. Allir føroyingar vita, at heildarveitingin úr Danmark er árliga um 1300 mill. kr. Og av hesum fara umleið 30 mill. aftur til Ríkissjúkrahúsið, t.v.s. at danir fáa 2,3% aftur av ríkisveitingni, sum sjúklingagjald fyri teir umleið 1000 sjúklingarnar úr Føroyum, sum, tíverri, mugu ta longu leið til Danmarkar at fáa serviðgerð, og er onki løgið í hesum, uttan tað, at fleiri føroyingar við landsstýrisfólkunum á odda, (og nú eisini Oddvør Johansen!) ganga og trútta niður í okkum, at vit gjalda fullan prís fyri hesa viðgerð - jú, gaman í, vit fáa 1300 mill. sum ískoyti til at reka okkara samfelag fyri, og av hesum gjalda vit umleið 30 mill. aftur til Danmarkar fyri serlæknaviðgerð har - so einfalt er tað! Hetta er onki meiri enn rímiligt gjald (við donskum kr.!) fyri serviðgerð á einum av bestu sjúkrahúsum her á okkara leiðum - og sama gjaldsskipan, mótvegis Ríkissjúkrahúsinum, er galdandi fyri donsku amtini. Fyri betur at lýsa sjúkrahúsgjaldið til Danmarkar, so kunnu vit bert kaga aftur í gomlu afturberingarskipanina (refusiónina) úr Danmark. Um vit t.d. taka triðseinasta árið, tann skipanin var í gildi millum Føroyar og Danmarkar, so sóu tølini soleiðis út av inntøkum sjúkrahúsanna í 1985: a.. Ríksins partur 97.890,- mill. kr. = 54,9% b.. Landskassans partur 80.508, - mill. kr. = 45,1% Hesi tøl vísa greitt, hvør bar bróðurpartin av samlaðu sjúkrahúsútreiðslunum tá, meðan tað er straks torførari í dag at finna út av, hvør hevur goldið hvat, tí síðani 1988 er allur danskur stuðul endaður í stórapotti, t.v.s. í blokkinum. Og syrgiligt er at ásanna, at føroyskir politikkarar, sum, tíverri, mugu vit siga í dag, fingu fullan ræðisrætt yvir donsku heildarveitingini, hava gjarað út til alt annað , enn tað, sum hon upprunaliga var ætlað til, nevniliga, sjúkrahúsverkið, almannaverkið og skúlaverkið, og hygg, hvussu støðan er innan hesi verk í dag, t.d. sjúkrabilarnir!! Gjaldast skuldi frammanundan skurðviðgerðini á Ríkissjúkrahúsinum, sigur Oddvør, annars kundi onki gerast - peningur var sjálvandi tøkur! Men formella flytingin av pengunum úr Føroyum var ikki í lagi, og tað er ein heilt annar spurningur, sum hevur okkurt við vánaliga og inneffektiva føroyska landsumsiting at gera. Tí pengarnir vóru vissuliga komnir úr Danmark til Føroyar, men tað gekk verri at fáa bert ein evarska lítlan brotpart suður aftur haðani, teir vóru komnir frá upprunaliga, nevniliga úr Keypmannahavn - og tí vóru tað fimm langir dagar at bíða í 1995 fyri tykkara viðkomandi har niðri. Eisini skoytir Oddvør so hissini uppí, at tá ið á stendur, so kunnu vit sjálvsagt eisini fara aðrastaðir enn til Danmarkar at søkja okkum heilsubót - sjálvandi kunnu vit tað. Men hesin spurningurin er als ikki so einfaldur, sum hon vil gera hann til. Í eini álvarsligari sjúkrastøðu, sum altíð er ein torfør støða at vera í, bæði hjá sjúklingi og teirra avvarandi, har er einki at taka seg aftur í, at vit føroyingar hava alstórar fyrimunir málsliga, har hava flestu okkara vinir og kenningar o.s.fr., tá farið verðurtil Danmarkar, heldur enn til onnur lond - og ta støðuna átti ein rithøvundur at duga at sett seg inn í. Og at danir eru so ónøgdir við sjúkrahúsverkið, sum Oddvør vil vera við, tað var so dyggiliga mótprógvað í almannakunngjørdari heilsuverkskanning frá fyri fáum mánaðum síðani. Men, sum ikki einaferð, tað ræður um at vera við í nationala fagnaðarkórinum, sum sær reytt, bert talan er um danskt og Danmark! Jú, sanniliga, tað er onki skeivt at siga: Enn hava vit møguleikan at koma á Ríkissjúkrahúsið! Johan Samuelsen Ivamál um fremsta plássið Í FSF verður í løtuni kannað, hvat lið í løtuni er á odda í bestu deildini. Hetta tí tað ikki stendur greitt ásett í kappingarreglunum, hvussu farast skal fram, tá lið eru jøvn í stigum Í nakrar vikur hevur verið tosað aftur og fram um, hvussu farast skal fram, um tvey ella fleiri lið standa jøvn í stigum, tá landskappingin í fótbólti er komin at enda. Orsøkin til hetta prátið hevur sjálvandi verið javna oddastríðið, har HB, VB og B68 skiftivís hava ligið á odda, og heilt spennandi gjørdist tað eftir 16. umfar, tá HB og VB brádliga vóru jøvn í stigum. A aðalfundinum hjá FSF vórðu í vár samtyktar nýggjar reglur fyri, hvussu farast skal fram í slíkum førum, men hesar reglur tykjast tó ikki so greiðar, sum ynskiligt hevði verið. Staðfest varð tá, at innanhýsis uppgerðir telja fyrst, tá talan er um javnleik í stigatalum, men í førinum VB-HB, varð hr talan um tveir javnleikir. 2-2 í Havn og 0-0 í Vági. Vágbingar vilja sjálvandi vera við, at tað telur til teirra fyrimun, at teir hava skotið fleiri mál á útivølli, meðan tey í HB meta, at hetta ikki hevur nakað at siga í hesum føri. Reglurnar eru ikki útgreinandi Tað er grein 33, petti 2 í kappingarreglunum, sum ger av, hvat lið er á odda, um talan er um javnstøðu. Í greinini stendur: >>Standa tvey ella fleiri lið á jøvnum í stigum, eru innanhýsis dystir avgerandi fyri raðfylgjuna. Stendur framvegis á jøvnum, er málmunurin avgerandi fyri raðfylgjuna. Er málmunurin hin sami, er tað liðið fremst, ið hevur flest vunnin mál. Stendur framvegis á jøvnum, verður nýggjur dystur ásettur at leika á uttanveltaðum vølli. Stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður umdystur leiktur samsvarandi grein 5, stk. 2. Er støðan framvegis javnleikur, verður sektarsparkskapping samsvarandi grein 5, stk. 5.<< Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur við Sosialin, at FSF hevur sent fyrispurning til løgfrøðisligu ráðgevar sínar um, hvussu lógin eigur at tulkast. Stóri trupuleikin er, at grein 33, petti 2, ikki er nóg greinandi, tí tað stendur ongastaðni greinað, hvussu langt farast skal, tá tosað verður um innanhýsis dystir, sigur hann. Er talan bara um stig, um stig og mál ella stig mál og møguliga mál vunnin á útivølli, er sostatt ein opin spurningur. Nógv hevur annars verið tosað um, at tað er grein 5, petti 3, sum eigur at vera avgerandi í slíkum føri. Ísak Mikladal vísir tó á, at tað eisini er ivasamt, um hendan er galdandi. Harafturat er eisini ivi um, hvussu hendan skal tulkast, um so er, at hon verður mett at vera galdandi Í grein 5, petti 3, stendur, at um talan er um tveir finalu- ella hálvfinaludystir í lands- ella steypakapping ella upp og niðurflytingardystir er galdandi, at um tað stendur á jøvnum eftir báðar dystirnar, telja mál, vunnin á útivølli, dupult. Ísak Mikladal vísir í hesum sambandi á, at tað ongastaðni í grein 33, petti 2, verður víst til grein 5, petti 3. Harafturat vísir hann á, at grein 5 ikki umfatar støðuna, tá tvey ella fleiri lið standa á jøvnum í landskappingini. Svarið er ávegis Sum nevnt, so hevur FSF sent fyrispurning til løgfrøðisligu ráðgevar sínar, og fyrr enn hetta er komið, vil Ísak Mikladal ikki gera nakra niðurstøðu í málinum. Í fyrispurninginum hevur FSF annars eisini biðið um svar um, hvussu farast skal fram, um talan er um fleiri enn tvey lið, sum standa á jøvnum. Henda støða kann eisini íkoma longu komandi vikuskifti. Hetta verður støðan, um B68 vinnur á VB suðuri í Vági, samstundis sum B36 vinnur á HB. Niðurstøðan úr øllum hesum má so vera, at tað enn ikki er greitt, hvat lið í løtuni er á odda í bestu deildini. Ísak Mikladal sigur, at spurningurin væntandi verður svaraður, áðrenn 17. og næst seinasta umfar í landskappingini verður leikt sunnudagin. KÍ kvinnurnar næstan meistarar Næstseinasta umfar í bestu kvinnudeildini varð leikt um vikuskiftið, og soleiðis sum dystirnir avtornaðu, skal KÍ bert hava sigur á Skála næsta vikuskiftið fyri at gerast meistarar Hetta vikuskiftið var ógvuliga avgerandi fyri, hvat lið gerst føroyameistari í ár. Áðrenn dystirnar sunnudagin var VB á odda við 19 stigum, meðan KÍ og HB høvdu 18 stig. Sunnudagin var VB í Klaksvík og vitjaði KÍ, og sostatt var hetta toppdysturin í føroysku kvinnudeildini. VB vann fyri eini góðari viku síðani heili 6-0 suðuri í Vági móti KÍ, so spennandi var at síggja, um VB kláraði at endurtaka bragdið í Klaksvík. Men tað vísti seg ikki at vera dagurin hjá VB kvinnunum. Tá bert tveir minuttir vóru leiktir, legði toppskjúttin í føroysku kvinnudeildini, Malena Josephsen, KÍ á odda, og var hetta ein dreymabyrjan hjá KÍ. Um hetta var ein ring byrjan fyri VB kvinnurnar, gjørdist hon ikki betri, tá Rannvá Andreassen økti um leiðsluna bert tríggjar minuttir seinni. Og fimm minuttir seinni kundu VB kvinnurnar bert standa og hyggja at, tá Elsa Maria Simonsen legði KÍ á odda 3-0. Sostatt var støðan heili 3-0, tá bert tíggju minuttir vóru leiktir, og var hetta sera óvæntað. Um VB kvinnurnar skuldu hava nakran møguleika at koma inn aftur í dystin, máttu tær í minsta lagi hava mál áðrenn hálvleik. Men í staðin var tað KÍ, sum økti um leiðsluna til 4-0, og enn einaferð var tað Malena Josephsen, sum skoraði. Sostatt var hálvleiksstøðan 4-0 til KÍ, og VB kvinnurnar vórðu heilt tiknar á bóli. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik minkaði VB um munin, og var tað Rannvá Augustinussen, sum skeyt málið fyri VB. Í 65. minutti staðfesti Malena Josephsen sigurin við sínum triðja máli. Tríggjar minuttir seinni fekk VB tó minkað um munin til 5-2, og var hetta eitt sjálvmál. KÍ vann sostatt týdningarmikla toppdystin móti VB, og tað vil við øðrum orðum siga, at tær liggja á odda við 21 stigum, og skulu tær bert hava ein sigur inni á Skála næsta vikuskiftið fyri at gerast føroyameistarar ár 2000. Kravið hjá VB fyri at gerast meistarar næsta vikuskiftið, er ein sigur móti HB, samstundis sum KÍ skal tapa inni á Skála. HB vann vánaliga grannauppgerð HB hevði undan dystinum í Havn móti B36 sunnudagin 18 stig, sama stigartal sum KÍ, og eitt stig aftanfyri VB. Tí var tað av alstórum týdningi, at tær vunnu grannauppgerðina í Havn móti B36, sum ikki er við í stríðnum um FM heitið, við tað at tær bert høvdu tíggju stig fyri dystin. Heilt tíðliga í grannauppgerðini gjørdist Eyðfríð Christiansen púra einsamøll við B36 málverjanum, men hon skeyt bóltin framvið málinum. Málmøguleikarnir í fyrra hálvleiki vóru sera fáir, og spælið var heldur ikki av tí besta. Men í 35. minutti bragdaði í hjá HB, og løgdu tær seg á odda 1-0. Eyðfríð Christiansen spældi bóltin úr høgru síðu heilt yvirum, og har kundi Gunn Muller ótarnað leggja HB á odda, og hálvleiksstøðan var sostatt 1-0 til HB. Í seinna hálvleiki vóru eins og í fyrra hálvleiki fáir málmøguleikar, og einki samanhangandi spæl var at síggja í Gundadali. B36 hevði eitt skot á stongina, men nærri kom einki av liðunum, og dysturin endaði við einum 1-0 sigri til HB. HB hevur sostatt eins og KÍ 21 stig, meðan VB hevur 19 stig. Men tað, sum ger allan munin, er, at KÍ hevur klárað seg betri innanhýsis móti HB, við tað at KÍ hevur vunnið báðar dystirnar teirra millum, og tí skal KÍ ikki vinna á Skála, samstundis sum HB skal vinna á VB, um HB kvinnurnar skulu gerast føroyameistarar, og er hetta ikki serliga sannlíkt. KÍ vann nevniliga heili 17-0 á Skála seinast liðini møttust, og umframt tað verður tað ikki ein løtt uppgáva hjá HB at vinna á VB, hóast tær eftir seinasta dyst í Vági fóru til Havnar við einum sannførandi 4-1 sigri í viðførinum. Týdningarleysur NSÍ sigur Í Runavík var dystur millum aftastu liðini í kvinnudeildini, NSÍ og Skála, og var hesin dysturin tí uttan stórvegis týdning. Irdi Hansen, sum saman við Maibritt Olsen hevur staðið fyri nærum øllum málunum hjá NSÍ í ár, legði NSÍ á odda, tá umleið tíggju minuttir vóru farnir, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Elinbjørg Hammer um leiðsluna. Hálvleiksstøðan var eisini 2-0 til NSÍ, og miðskeiðis í øðrum hálvleiki kundi Elinbjørg Hammer økja til 3-0 frá 11 metra blettinum. Seint í seinna hálvleiki skoraði Anna Malena Højgaard fyri NSÍ til 4-0, og beint áðrenn dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, megnaði Sólvá Solmunde at minka um munin fyri Skála til endaligu støðuna 4-1. NSÍ hevur sostatt seks stig, meðan Skála ikki hevur fingið nakað stig til høldar enn. Seinasta umfar næsta vikuskiftið Næsta vikuskiftið verður seinasta umfar í bestu føroysku kvinnudeildini. KÍ og HB hava 21 stig í part, meðan VB hevur 19 stig. Hóast tað er sera javnt í toppinum, er lítil ivi um, hvør fer at lyfta føroyameistarasteypin næsta vikuskiftið. KÍ hevur betri innanhýsis úrslit móti HB, og tí skulu tær bert hava ein sigur á útivølli móti Skála fyri at tryggja sær meistaraheitið, og við tað at munurin er ógvuliga stórur millum hesi bæði lið, skal einki annað enn ein rein sensatión til, um HB ella VB skulu vinna føroyameistaraheitið. Umframt tað hava HB og VB truplan dyst móti hvørjum øðrum, og enn er ikki greitt, hvar hesin dystur verður leiktur. HB varð dømt at missa heimavøll sín móti VB, við tað at tær ikki møttu upp til ein dyst í Vági fyri summarsteðgin, men tær royna at fáa heimavøllin aftur, sum kann fáa týdning fyri endaligu støðuna. Dómsnevndin skal í næstum taka støðu til, hvar hesin dysturin verður spældur. B36 tekur ímóti NSÍ næsta vikuskiftið í Havn, og fyri kappingina er hetta ein dystur uttan týdning. Ein útsettur dystur skal eisini avgreiðast mitt í hesi vikuni, og er tað dysturin millum Skála og NSÍ, sum verður ein endurtøka av dystinum í Runavík sunnudagin. Hesin dysturin hevur heldur ikki týdning fyri kappingina, men um NSÍ megnar at vinna á bæði Skála og B36, koma tær framum B36 í samlaðu støðuni, og er hetta altíð nakað at spæla um. Sostatt sær leikskráin fyri dystirnar, sum eftir eru at leika, soleiðis út: Skála-NSÍ, VB-HB, Skála-KÍ, B36-NSÍ. Einki minni enn ein sensatión kann gera, at KÍ ikki kann kalla seg Føroya besta lið næsta vikuskiftið, men í fótbólti kann alt henda, tað hava vit verið vitni til fleiri ferðir fyrr. Úrslitini sunnudagin: KÍ-VB 5-2 KÍ: Malena Josephsen 3, Rannvá Andreassen 1, Elsa Maria Simonsen 1. VB: Rannvá Augustinusenn 1, sjálvmál 1. HB-B36 1-0 HB: Gunn Muller NSÍ-Skála 4-1 NSÍ: Irdi Hansen 1, Elinbjørg Hammer 2, Anna Malena Højgaard 1. Skála: Sólva Solmunde 1. Máltindurin Malena Josephsen KÍ 17 Guðrun í Lágabø VB 13 Rannvá Andreasen KÍ 9 Rannvá Augustinussen VB 7 Annika Godtfred HB 6 Eyðvør úr Dímun HB 6 Irdi Hansen NSÍ 6 Vivian Bjartalíð KÍ 5 Laila Jespersen VB 5 Eyðfríð Christiansen HB 4 Gunn Müller HB 4 Vivian Thorleifsson HB 4 Elsa Maria Simonsen KÍ 4 Maibritt Olsen NSÍ 4 Gurið Mortensen VB 4 Halltóra Joensen VB 4 AB er steðgað upp Akademikararnir hava ikki vunnið síðani teir sendu B36 úr Europa Cup kappingini Henda greinin snýr seg ikki um Argja Bóltfelag. Teir hava, sum tað man vera øllum teimum kunnugt, ið fylgja við í Ítróttarsosialinum, eitt lið í 3. deild. Teir taptu 4-2 á Svangaskarði sunndagin, og harvið kunnu vit siga, at teir eru uppsteðgaðir. Hvussu tað gekk fyri seg í tí dystinum, venda vit vónandi aftur til í blaðnum í morgin. Henda greinin snýr seg um donsku superliguna, har fýra føroyskir landsliðsspælarar taka lut, og serliga um AB, sum fyri einum góðum mánað síðani sendi B36 úr Europa Cup. Teir vunnu heili 8-0 á heimavølli og 1-0 á Tórsvølli. At tað kann ganga skjótt hvønn vegin í fótbólti, er gongdin hjá AB síðani summarsteðgin gott dømi um. Tá teir vunnu sannførandi ímóti B36, lógu teir í toppinum í superliguni, teir spældu besta fótbóltin í Danmark, og tað varð mett, at landsliðsmenninir Brian Steen Nielsen, Michael Johansen og Jan Michelsen mannaðu besta miðvøllin í Danmark. Síðani 1-0 sigurin á Tórsvølli hevur AB bara tapt. Teir hava ongan møguleika í Europa Cup, og eftir tapið mánakvøldið á heimavølli ímóti Brøndby eru teir triði niðast í superliguni. Teir hava níggju stig, sum er tað sama sum Óli Johannesen og AGF hava á næstaftasta plássinum. Brøndby, sum stóð seg illa á heimavølli í Europa Cup í síðstu viku, vann 4-0. Talan var um fjórða AB tapið á rað í superliguni, og nú verður tosað um kreppu og møguleikan at skifta venjararnar báðar út. Sviin Mattias Jonson setti hol á, tá ein hálvur tími var farin, sjey minuttir seinni økti toppskjúttin í superliguni Peter Graulund, á tímaslagnum var Mattias Jonson aftur upp á spæl, og tá eitt korter restaði, staðfesti Ruben Bagger frammanfyri 5.105 áskoðarum eyðmýkingina av AB. Við sigrinum lyfti Brøndby seg upp á næstfremsta plássið, og harvið trýstu teir FCK niður á fjórða plássið. Sunnudagin fer Herfølge at vitja OB í Odense, og FCK fer at spæla á útivølli í Silkeborg. AB skal á útivølli ímóti FC Midtjylland royna at venda óhepnu gongdini. Tað verður ivaleyst torført, tí higartil hevur FCM staðið seg óvæntað væl. Brøndby fær á heimavølli vitjan av AaB. Fyrsti dysturin í 10. umfarinum verður longu fríggjakvøldið, tá Lyngby fær vitjan av Viborg. AGF fær mánakvøldið vitjan av uppflytarunum og botnliðnum úr Haderslev, sum higartil bara hevur fingið eitt stig. Fleiri føroyingar í steypaeldin í dag FCK, AGF og OB skulu í kvøld í fjórða umfarinum í donsku steypakappingini spæla ímóti lægri staddum liðum Føroysku landsliðsspælararnir í donsku superliguni fáa í hesum døgum nógva dystarvenjing. Í dag og í kvøld verður sjøtul settur á fjórða umfarið í donsku steypakappingini, sum kallast DONG Cup. Higartil hava bara feløg í lægru deildunum luttikið. Men í kvøld skulu nøkur feløg í superliguni upp í part. Jákup Mikkelsen og Herfølge sleppa at hvíla seg eitt sindur afturat. Tey feløgini, sum síðsta kappingarár endaðu ovast í superliguni, skulu ikki spæla í steypakappingini fyrrenn í fimta umfarinum. Millum superligu feløgini, sum skulu spæla í kvøld, eru FCK, AGF og OB. Tey skulu øll spæla ímóti liðum, sum í landskappingini spæla í lægru deildunum. Men tað vil ikki siga, at superligufeløgini ikki nýtast at seta øll segl til. Serliga hjá AGF og OB ber tað til at ímynda sær, at mótstøðan verður stór, tí talan verður um grannastríð. Longu klokkan 16.30 skulu AGF og FCK í eldin. Óli Johannesen og teir skulu spæla í Århus ímóti FC Århus, sum er ein samanrenning av fleiri av sum er ein samanrenning av fleiri av smáu feløgunum í Århus. Dreymurin hjá teimum er av bjóða AGF av í stríðnum um fótbóltstrónuna í jyska høvuðsstaðnum. Í løtuni er AGF niðarlaga statt á støðutalvuni, og tá havt verður í huga, hvussu illa tað stendur til fíggjarliga í felagnum hjá Óla Johannesen, kann tað væl hugsast, at lítli beiggin so at siga tevjar blóð. Todi Jónsson og FCK skulu eisini spæla í Jyllandi. Teir skulu vitja Vejen, sum í landskappingini spælir í danmakrsseriuni. Í kvøld klokkan sjey skulu Johan B. Hansen og OB dystast ímóti B 1909. Grannauppgerðirnar millum hesi bæði stórfeløgini í Odense hava altíð savnað nógv fólk. Nú er OB í superliguni, meðan B 1909 er í triði bestu deildini. Men tað er kortini einki at ivast í, at ein rúgva av fótbóltshugaðum fjónbúgvum fara til fótbólt í kvøld - sjálvt um kappingin frá europeisku meistarakappingini og OL er stór í sjónvarpinum. HB komið undan 2. deild: HB vann seg upp úr botninum við útisigri á GÍ, men hinvegin mugu gøtumenn nú ansa sær í botnstríðnum Um fótbólturin verður vigaður í nærdystum og ferð, so nyttaði tað lítið í Sarpigerði leygardagin. Um fótbólturin vektin telur í málmøguleikum og málum, so var talan um fínt undirhald. Undirhaldsvirðið verður gjørt upp í øllum teimum omanfyri nevndu lutunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað var upp og niður. Í løtuni undan steðginum tóktist tað sum um heimaliðið skuldi enda omaná. Fimm minuttir restaðu, tá Heini Heinason, sum arbeiddi nógv, fór til baklinjuna í høgru og spældi til nærra stólpa, har Bárður Heinason stútaði í málið. So var 2-2, og í minuttinum aftaná var tað miðvallarin Omar Pálsson, sum aftur var upp á spæl. Úr átta metrum heilfluktaði hann skrábólt úr høgru frá Heina Heinason upp í nettakið. GÍ var komið framum beinanvegin. Omar Pálsson skoraði, tá hann var leysur í brotsteiginum. Janus Rasmussen og Símun Petur Justinussen mannaðu GÍ miðverjuna saman við Boga Jacobsen. Teir lógu frammarlaga, og tað var matur fyri kviku HB álopsspælararnar Gunnar Mohr og Eyðun Samuelsen, sum skoraðu fýra av teimum seks HB málunum og sum misnýttu fleiri møguleikar - t. d. hevði Gunnar tveir risa stórar møguleikar beint undan steðginum. Eyðun Samuelsen javnaði til 1-1, tá hann krúllaði seg leysan í vinstru og sendi í handara síðunetið. Gunnar Mohr átti annað HB málið við rubb og stubb. Eftir GÍ horna fekk HB formaðurin bóltin á egnum brotsteigarmarki. Hann rak og rak, snýtti annan verjumannin, og tá hin hevði eyguni meiri eftir álopsfelaganum, smekkaði Gunnar í netið aftanfyri Mortan Joensen. Beinanvegin í 2. hálvleiki endurtók Eyðun Samuelsen fyrsta málið hjá sær, og so gekk undan hjá HB, meðan GÍ einki fekk burturúr, sjálvt um teir á heimaliðnum høvdu bóltin nógv. GÍ málverjin má taka ábyrgdina av leiðslumálinum hjá HB, sum aftasti maðurin Sámal Erik Hentze skoraði beinleiðis upp á fríspark næstan av miðjuni. At HB var á odda gjørdi, at heimaliðið gjørdist uppaftur meiri álopshugað, og tað gjørdi, at fyritreytirnar hjá Eyðuni og Gunnari vórðu uppaftur betri. Eyðun økti til 5-3, áðrenn innskifti Ransin Djurhuus sneiddi fleiri av sær og staðfesti sigurin, sum hevur við sær, at HB hevur trygt fyri, at teir varðveita plássið í næstbestu deildini. 2. deild: GÍ-HB 3-6 (3-2) 1-0: Omar Pálsson 1-1: Eyðun Samuelsen 1-2: Gunnar Mohr 2-2: Bárður Heinason 3-2: Omar Pálsson 3-3: Eyðun Samuelsen 3-4: Sámal Erik Hentze 3-5: Eyðun Samuelsen 3-6: Ransin Djurhuus LÍF í tungum sjógvi 2. deild: Móti einum væl mannaðum KÍ liðið fekk LÍF einki burtur úr, men leingi stóð nógv á hjá KÍ Leirvíkingar fingu einki burturúr, tá teir leygardagin í Klaksvík gjørdu eina roynd at betra um hættisligu støðuna í botninum. Klaksvíkingar høvdu nógv kend nøvn á næstbesta liðnum. Allir spælararnir uttan ein hava roynt seg í 1. deild, og tí var tað ikki óvæntað, at KÍ hevði øll stigini eftir í Klaksvík. Men tað tók sína tíð, áðrenn stigini vóru í pottinum. Í 2. hálvleiki trýsti og trýsti KÍ, teir spældu seg til fleiri møguleikar, men Trygvi Olsen megnaði sera væl at verja fyri, og tá bólturin fór framvið honum, so rakti hann fleiri ferðir í stólpan og tvørtræið. John Ryan skoraði sigursmálið í síðsta minuttinum. Hann varð spældur leysur av Tomislav Sivic. LÍF kom á odda í 10. minutti. Miðvallarin Mirek Gil spældi við tunnli sera hegnisliga Jonhard Høgnesen leysan. Átta minuttir seinni javnaði miðvallarin Símun Joensen. Tomislav Sivic sneiddi í vinstru tveir mótstøðumenn av sær, áðrenn hann av baklinjuni trillaði bóltin út frá til U-18 landsliðsmannin. LÍF kom framum aftur, tá Tomek Resel umsetti brotsspark til mál. KÍ málverjin var eitt sindur klossutur, tá hann tók um ein mótstøðumann, sum hevði stútað bóltin upp um hann, men við síðuna av málinum. Í síðsta minuttinum undan steðginum javnaði Allan Joensen. Fríðin Ziskason spældi út um brotsteigin, Allan Joensen smekkaði til fyrstu ferð, og tað sang í netinum. Seinnapartin av 2. hálvleiki vóru leirvíkingar bara tíggju. Niklas á Líðarenda vísti tvær ferðir gula kotið til Áslak Jacobsen, sum eftir seinna kortið eisini sá reytt. Klaksvíkingar hava væl og virðiliga bjargað sínum liði undan niðurflyting. Í Leirvík stendur verri til. Teir flyta ikki beinleiðis niður, men um teir skulu sleppa undan at spæla um plássið í 2. deild, so mugu teir vinna, tá GÍ leygardagin kemur til Leirvíkar. Í síðsta umfarinum skal L`IF spæla ímóti B36 í Gundadali. jh 2. deild KÍ-L`IF 3-2 (2-2) 0-1: Jonhard Høgnesen 10. 1-1: Símun Joensen 18. Royna nýggj alibrúk á streymasjógvi Alistøðin Navir fer at leggja nýggja aliskipan út á streymasjógvi út fyri Ørgusgjógv í Vágum. Skipanin er ongantíð fyrr roynd í Føroyum Í Nesinum: Ein nýggj aliskipan verður løgd út á streymasjógvi út fyri Ørgusgjógv í Vágum. Hon skal vera klár innan fyrsta november og skal virka sum ein royndarskipan í vetur. Alifelagið Navir í Nesinum hevur alibrúk á Vestmanna, Kvívíksmegin, innan fyri Gassá. Tað er rættiliga trongt á Vestmanna, og nú fara teir at royna heilt nýggjar leiðir, sigur Hávarður Jensen, sum arbeiðir á støðini. Hendan skipanin, teir nú fara at leggja út, hevur verið roynd í Írlandi eina tíð. Menn frá Navum hava verið í Írlandi og kannað skipanina fyri at vita, um hon møguliga kann brúkast í Vestmannasundi. Hon royndist væl, láta teir at, men har rak tó ikki so hart sum í Vestmannasundi. Streymmátingar hjá Landsverkfrøðinginum hava víst, at í Vestmannasundi rekur viðhvørt einar 2,7 míl, og tað skal nýggja skipanin klára. Men skipanin er eisini roynd í Kanada, og har rekur rættiliga hart, siga teir. Navirsmenn hava verið í Kanada, og teir tykjast nøgdir við royndirnar haðani. So nú verður ein støð flutt til Føroya og løgd út í Vestmannasundi. Hetta er stórt annlegg. 20.000 kubikk, sum er nógv størri enn teir stóru Bridgestone ringarnir, sum føroysk alibrúk annars hava. Teir eru12.000 kubikk. Nýggja skipanin er gjørd á tann hátt, at sett eru hálvanannan tumma rør niður, sum nótirnar verða spentar ímillum. Á tann hátt verða tær standandi fastar og fara ikki við streyminum, sum annars hendir, tá tær hanga leysar. At ala á streymasjógvi ger tó, at fiskurin ikki má vera ov lítil, tá hann verður settur út. Roknað verður við, siga teir, at hann skal viga eini 100 gram, tá sett verður út í streymannleggini. Skipanin fyri Ørgusgjógv skal, sum sagt, liggja klár tann fyrsta november. Tað verður helst ikki full skipan slept í hana beinanveg, verður sagt av Navum. Einar 30.000 fiskar rokna teir við at sleppa í. Veturin verður so brúktur til at royna, hvussu tað ber til at ala har. Eftir royndunum í Kanda og Írlandi siga teir, at skipanin tolir at kalla alt veður. Slepst bara til at fóðra fyri aldu, er einki í vegin hjá skipanini at liggja, vísa royndirnar. Øll loyvi til at leggja skipanina út fyri Ørgusgjógv er langt síðan fingin til vega. Seinnu tíðina hava boyur ligið á økinum. Navir eigur ein av teimum trimum aliflakunum, sum norskur sleipari kom á Hvalvík við fyrr í vikuni. Talan er um ein flaka, sum er bygdur sum eitt skip. Í stødd er hann á leið sum Sam. Einar 30 metrar langur og kostar umleið 3,2 milliónir krónur. Flakin er ætlaður at liggja við aliringarnar og er útgjørdur við brunnum at fylla fóður í. Alistøðin Navir hevur fóðurskipan við pumpum úr landi. Tað er soleiðis, siga teir á Navum, at teir ytstu ringarir liggja eina 800 metrar úr landi, og pumpiskipanin hevur viðhvørt trupulleikar at fáa fóðrið út til ringarnar. Serliga tá heitt er um summarið, kann lýsi renna úr fóðrinum, og so typpast slangurnar, tí tær eru ov langar. Tí er hesin flakin keyptur. Flakin kemur úr Noreg, har hann er gjørdur liðugur. Sandblástur og málaður. Men annars er sjálvur skrokkurin smíðaður í Letlandi. Nærkast eini loysn í Atlantis Umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu arbeiðir nú við einum ítøkiligum uppskoti, sum er viðmælt av býráðnum Klaksvík: Nú nærkast ein loysn á viðurskiftunum í mentanarhúsinum Atlantis í Klaksvík. Húsið hevur ikki virkað sum veruligt mentanarhús í meira enn eitt ár, og fíggjarligu viðurskiftini rundan um húsini hava verið fløkt. Í juli mánaði viðgjørdi Klaksvíkar býráð Atlantis, og tá varð avgjørt, at umsitingin skuldi arbeiða við at finna eina loysn. Hendan loysnin er nærri, og í løtuni viðger umsitingin uppskotið saman við Klaksvíkar Sjónleikarfelagi og Norðoya Sparikassa. Ætlanin er at gera ein sjálvsognarstovn, sum skal reka Atlantis. Ein dagligur leiðari skal setast, og hann skal syrgja fyri at Atlantis aftur skal spæla ein týðandi leiklut í mentanarlívinum í Klaksvík. Mótburður Tað var í august mánaði fyri trimum árum síðani at umbygda mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík lat upp. Fimm mánaðir og næstan tríggjar milliónir eftir at farið varð í holt við at umbyggja húsið, stóð tað klárt at taka í nýtslu. Húsið var sera snotiligt, tá tað lat upp. Tað skuldi verða ein miðdepil fyri mentan í Norðoyggjum, og í húsinum var eisini nýggjur biografur, sum skuldi gera kvøldini hjá klaksvíkingum styttri. Men eftir eina hugaliga byrjan kom mótburðurin. Ráðini vóru ikki til at hava ein dagligan leiðara, biografvirksemið leið undir einum tungum rakstri, og so við og við fækkaðust tilboðini í húsunum. Seinasta árið hava onkur tiltøk verið í Atlantis, men tað hevur fyrst og fremst verið Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum hevur brúkt húsið. Tað breiða útboðið av mentanartiltøkum endaði við góðum sjónleiki, men so lítið meira. Nýggi barnagarðurin seinkaður tveir mánaðir Tey 48 nýggju ansingarplássini í Klaksvík verða ikki tøk fyrr enn síðst í november mánaði Klaksvík: Klaksvíkar kommuna roknar við at undirskriva sáttmálan um húsini, sum skulu brúkast til nýggja barnagarðin við Kjalarvegin um stutta tíð, og so kann farast undir at gera nýggja barnagarðin kláran. Men barnagarðurin verður seinkaður einar tveir mánaðir, og tey ansingarplássini, sum skuldu vera tøk frá 1. oktober, verða í fyrsta lagi klár 20. november. Orsøkin til hetta er, at tað hevur gingið longri tíð enn ætlað við at fáa sáttmála um hús og grundøki upp á pláss, men nú er líkt til, at arbeiðið við hesum fer at koma á mál. Í góðum standi Tá formligu viðurskiftini eru fingin upp á pláss viðvíkjandi barnagarðinum, verður farið í holt við at gera húsini klár til at hýsa teimum 48 børnunum. 60 pláss eru í barnagarðinum, men byrjað verður við 48 børnum. 24 verða í vøggustovuni og 24 í barnagarðinum. Húsini eru í góðum standi, og tey eru væl gjørd, og tí er tað ikki nakað umfatandi arbeiðið, sum skal gerast fyri at fáa tey klár til barnagarð, sigur Jógva Lutzen, formaður í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráði. Brunaumsjónin hevur kravt rýmingarveg, og okkurt skal sjálvandi gerast til børnini uttan um húsini, men vit vóna, at alt hetta verður gjørt til umleið 20. november, sigur Jógvan Lutzen. Fleiri pengar Kommunurnar hava yvirtikið barnaansingarøki, og frá 1. juli sluppu kommunurnar afturfyri undan nøkrum sosialgjøldum til landið. Hetta hevur havt við sær, at Klaksvíkar kommuna í ár hevur 2,2 milliónir krónur at ráða yvir, og hesar verða brúktar til nýggja barnagarðin. Næsta ár fer umskipanin at merkja, at 3,6 milliónir fleiri enn í fjør eru hjá Klaksvíkar kommunu at ráða yvir. Glaðing 2 útkomið Mánaðarblaðið Glaðing er nú aftur komið á søluhillarnar. Eins og í fyrra blaðnum er tilfarið fjølbroytt. Eitt nú kunnu vit nevna greinina um mongu ódugnaligu barnaverndirnar í Føroyum, har børnini mangan gerast offur fyri skilaleysum avgerðum, verður nevnt í tíðindaskrivi frá Glaðing. Av øðrum í blaðnum er at nevna grein um systrar, sum ongantíð hittust í 78 ár, um vanlukkuraktan familjumann, sum er bundin í koyristóli, grein um ungar føroyingar við donskum skúlaskipi o. s. fr. Tað er Grækaris D. Magnussen, sum er blaðstjóri á Glaðing. Hann sigur, at tað var við ikki sørt av spenningi, at teir fóru undir at geva út blaðið. Hóast spádómarnir frá mongum síðum vóru daprir, mettu vit, at pláss eigur at vera fyri einum øðrvísi fjølmiðli, sum eitt mánaðarblað jú er, sigur hann. Fyrra blaðið fekk góða móttøku, seld eru millum fýra og fimm túsund eintøk. >>Havið<< - heimshav og heimahav Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókarverkið >>Havið<< eftir Boga Hansen, havfrøðing, ið snýr seg um heimshøvini, men fyrst og fremst um tær føroysku havleiðirnar og nemur við samanhang millum hav, lív og dálking Bókarverkið >>Havið<< eftir Boga Hansen er í trimum pørtum, ið eru ætlaðir at vera ein samanhangandi heild, tó at hvør parturin kann væl vera lisin fyri seg. Fyrsti partur er almennur um hav og sjógv yvirhøvur, um heimshøvini, um ljós og ljóð, aldur, streym, sjóvarblanding og um sjóvarfallið og rákið í heimshøvunum. Høvundurin hugsar sær, at hesin partur kann vera grundarlag undir tí, sum annars verður skrivað í bókini. Annar partur í bókini - og kanska tann mest upprunaligi, av tí at høvundurin hevur sjálvur verið uppií at gjørt nógvar av kanningunum, ið bókin byggir á - eru tær føroysku havleiðirnar, bæði innari og ytri, botnviðurskifti og streymar, tey ymisku sjósløgini norðanfyri, eystanfyri, vestanfyri og tað sermerkta við Hetlands- og Bankarennuni sunnanfyri, rák, lív og sjóvarhiti og broytingar eftir árstíðum og eftir áramáli. Eisini teir føroysku firðirnir vera viðgjørdir rættiliga gjølla, eitt nú lagbýti og rák á firðum, teir føroysku gáttarfirðirnir og súrevnistrotið, sum har kann vera. Triði partur nemur við vistfrøðiligar spurningar, so sum fortreytir fyri gróðri í sjónum alment, um samanhang millum sjóvarblanding og gróður, um gróðurin í sjónum undir Føroyum serstakliga og um toskagýtingina á føroyskum havleiðum í tí sambandinum. Viðgjørd verða ymisk sløg av havdálkan og eitrandi evnum, hvussu tey eitrandi evnini flytast í sjónum og hvussu støðan er viðvíkjandi havdálkan á okkara leiðum. At enda viðger høvundurin veðurlagsbroytingarnar í farnari tíð, viðgerð sambandið millum veðurlag og hav, jørðina sum vaktstarhús og menniskjaskaptar veðurlagsbroytingar. Bókin er ikki skrivað til nakran serligan bólk av fólki. Í Føroyum, her sum vit øll eru so nær knýtt at sjónum og liva av sjónum - í framtíðini kanska eisini av tí, sum er undir sjónum - átti ein sovorðin bók at havt almennan áhuga. Innihaldið í bókini er hóskandi til undirvísing, eitt núi miðnámsskúlum og hægri skúlum, men bókin er soleiðis skrivað, at eisini aðrir skúlar, t.d. framhaldsdeild fólkaskúlans og fólkaskúlalærarar, kunnu brúka burtur úr bókini til undirvísingina ella sum stuðul í undirvísingini. Sjálvur hevur høvundurin brúkt partar í bókini í egnari undirvísing. Í bókini er ein hópur av frágreiðandi grafiskum myndum, ið høvundurin hevur gjørt og sum gera bókina nógv lættari at lesa. Eisini er bókin prýdd við fotomyndum av dýrum plantum, ið høvundurin sjálvur hevur tikið, og sum sýna fagurleikan og margbroytni í sjónum við havsins botn. Aftast í bókini er eitt yvirlit við hentum leitorðum. Repro-Z hevur tikið sær av repro, umbróting og prentumsiting. Bókin er 232 bls. til støddar og kostar 240 kr. Veðrið Lágtrýstið yvir Onglandi fer í útnyrðing og dýpist. Lágtrýstið vestanfyri Skotland fer norðureftir og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum hóskvøldið. Veðrið í dag: Stívtv andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørki í støðum. Seint um kvøldið regn. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið fríggjadagin: Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og suðri og yvirhøvur turt og sólglottar , men um kvøldið gul av ymsum ættum og regn. Hitin millum 12 og 15 stig. Veðrið leygardagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, men hann minkar vindin út á dagin. Sólglottar, men kanska okkurt ælið og hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og eystri og sunnudagin regn eitt skifti, annars támut veður. Hitin millum 8 og 12 stig. Í gjár: Lágtrýstið yvir Onglandi fer í útnyrðing og dýpist. Í dag: Lágtrýstið vestanfyri Skotland fer norðureftir og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum hóskvøldið. Rani Nolsøe stillar upp Kendi tónleikarin verður eitt av valevnunum til býráðsvalið í Klaksvík Klaksvík: Hóast listin hjá Tjóðveldisflokkinum til býráðsvalið í Klaksvík ikki er endaligur enn, er tað greitt, at eitt av nýggju valevnunum á listanum verður Rani Nolsøe. Tónleikarin, sum er best kendur frá tiltikna bólkinum Frændur, fer tí fyri fyrstu ferð at taka lut í tí lokalpolitiska lívinum upp undir komandi býráðsval. Tjóðveldisflokkurin hevur havt tveir uppstillingarfundir, og í gjárkvøldið skuldi triði fundurin verða. Tá skuldi listin ætlandi gerast liðugur, og sum vit hava skilt, verður Rani Nolsøe eitt av valevnunum. Rani Nolsøe er havnar- og menningarstjóri í Klaksvík. Øll fáa pláss um trý ár Sosiala nevnd hjá Tórshavnar Býráð samtykti týskvøldið eitt uppskot frá Elin Lindenskov um, at øll skulu hava møguleika at fáa barnagarðspláss innan 2003 Innan trý ár skulu øll børn í aldrinum millum hálvt og átta ár í Tórshavnar Kommunu hava tilboð um mennandi barnagarðs- og frítíðarvirksemi. Soleiðis ljóðar partur av einum uppskoti frá Elin Lindenskov, býráðslimi, sum varð samtykt á fundi í Sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð týskvøldið. Í løtuni standa 365 børn á bíðilistanum til at fáa ansingarpláss í Tórshavnar Kommunu, og væntandi er, at tørvurin orsakað av tilflyting fer at gerast alsamt størri. Men Sosiala nevnd hevur sett sær fyri, at longu bíðilistarnir skulu gerast søga. Ein samd nevnd fer at leggja uppskotið fyri býráðsfundin, sum verður 5. oktober. Og formaðurin í Sosialu nevnd væntar, at uppskotið fer at verða samtykt. Til uppskotið hevur Elin Lindenskov gjørt eina nágreiniliga ætlan fyri, hvussu tørvurin kann nøktast á forsvarligan hátt. Sætti gospelfestivalurin verður í vikuskiftinum í Norðurlandahúsinum 6. ár á rað, skipar Gospeltónleikafelag Føroya fyri Gospelfestivalinum og aftur í ár er Norðurlandahúsið karmur um festivalin, sum nú rættiliga hevur rótfest seg í Føroyum. Endamáli hjá fyrireikarunum at hava henda festival er at menna og gera umstøðurnar hjá teimum, ið fáast við at syngja andaligan tónleik í Føroyum betri. At skapa eitt forum, har karmarnir eru optimalir. Festivalurin í ár er einki undantak. Heili 13 bólkar, einstaklinga og kór fara at framføra andaligan tónleik í Norðurlandahúsinum 23. og 24. septembur og har verður eisini høvi at ogna sær fløgur og bøkur. Upplýsingar um Gospeltónleikafelagið og Gospelfestivalin 2000 fáast eisini á heimasíðuni hjá Gospeltónleikafelagnum, www.gospelmusic.fo. Atgongumerlir fáast í Norðurlandahúsinum, Kunningarstovuni í Havnn og Kiosk Vár í Saltangará. Teir luttakandi á festivalinum í ár eru: Siloakórið: Eitt kór, sum føroyingar flestir eru stoltir av. Kóri hevur ein greiðan og beinraknan boðskap og ferð at framføra mildan kórtónleik, júst sum vit kenna Siloakórið fyri. Eyðun á Lakjuni, sum stjórnar kórinum sigur at tey hava eisini fingið stuðul frá nøkrum sera dugnaligum tónleikarum. Siloakórið leggur fyri á festivalinum leygardagin. Heini Lützen: Hann kenna vit øll. Hevur í mong ár veri sera virkin í Føroyska tónleikaheiminum og við fleiri fløguútgávum á baki. Hann fer fyri tað mesta at syngja lovsangir. Eyðun Jacobsen: Eyðun Jacobsen, sum forrestin júst hevur hildi silvurbrúdleyp saman við konuni, er eisini eitt sera kent navn innan andaliga tónleikaheimin í Føroyum. Hann er júst komin heim av útlegd í Danmark, har hann hevur virkað sum lovsangsleigari í einari stórari kirkju í Ålborg. Hann hevur eisini fløguútgávu í ryggsekkinum og verður tað spennandi at hoyra hvat hann fer at borðreiða við á festivalinum í ár. Elsebeth Lindegaard: er 24 ár. hon er gift og er mamma at 2. dreingjum. Í juni var hon liðug við petagog útbúgvingina. Síðan Elsebeth var barn hevur hon sungi nógv. Tá hon var 5 ár framførdi hon saman vi sistur síni í missiónshúsinum har hon búði og skjótt bleiv tað til fleiri og fleiri framførðslur. Tá systurin flutti heiman helt hon áfram einsamøll við at syngja. Hon hevur ein fastan klaverspælara við sær og á Gospelfestivalinum hevur hon kór og fult orkestur við sær. Í 1995 gav Elisabeth út eina fløgu, sum kallaðist Dråben. Í novembur 99 kom so seinna fløgan sum kallast Hos Far. Og tað er serliga sangir frá hesi fløgu, sum Elsebeth fer at framføra á Gospelfestivalinum. Fyri 7 árum síðani misti Elsebeth pápa sín eftir at hann hevði verið sjúkur í nógv ár. Nógvir av tekstunum, sum eru á fløguni "Hos Far" eru hetta at missa pápan. Tittulagi "Hos Far" ber eina vón um at sýggja pápan aftur í Himli. Tónleikurin er poppur. Lægt tónleikin tilrættis hevur Jacob Grunnertoft, sum eisini verður á konsertini. Elsebeth sigur at hon gleðir seg at koma til Føroya saman við orkestri sínum og vónar at nógv fólk koma til konsertinar í Norðurlandahúsinum 23. og 24. septembur. Jan Honningdal: Hann er frá norra. Giftur og eigur 4 børn. Sangur hevur altíð ligi á hjartanum hjá Jan og hann ynskir at brúka sangin sum eitt amboð fyri Harran. Gjøgnum tíðina hevur hann verið sera aktivur í andaliga arbeiðinum har hann hevur veri. Serliga er tað lovsangurin, sum liggur honum á hjarta og hevur hann givið fleiri fløgur út. Á Gospelfestivalinum fer Jan at framføra við tónleikarum úr Føroyum. Hann og kona hansara gleða seg at koma til Føroya, og vit gleða okkum at hoyra tey. Jesus Band: Er ein nýggjur bólkur úr Eysturoynni. Hesin spennandi bólkurin spælir fyri tað mesta blues og traditionellan rock. Liquid Gravity: Poppur. Bólkurin er serliga kendur fyri sínar framførðslur á Vaglinum, har bólkurin hevur luttikið á útimøtum hjá samkomuni í Filadelfia. Bólkurin er eisini kendur fyri at vera ein sera yvirgivin lovsangsbólkur. A2J: Ein dansibólkur í Kelduni í Skálafirði. Tey hava framført dansir, mime og drama síðani 1998. Saltbrøður: "Poppur i en nøddeskal" Saltbrøður vóru við á seinasta Gospelfestivali og var framførðslan tá bergtakandi. Góður svingandi poppur, beinraknir tekstir og smílandi fólk á pallinum. Saltbrøður svingar og vit gleða okkum at hoyra teirra nýggja repertuire. I Am:: Ein bólkur, sum so sanniliga ikki liggur á tí latu síðuni. I Am, sum m.a. hevur havt góðar plaseringar á "15 Tær Bestu" í Útvarpi Føroya og sum eisini hevur verið í Íslandi og spælt í summar, skal enda festivalin. I Am spælir reinan rock og má framførðslan hjá teimum eisini sigast at vera í serklassa. Moralska skyldan røkkur ikki nóg langt Okkara fremsta mál má vera at geva øllum borgarum somu møguleikar. Stórur munur er eisini á, hvussu ymisk brekað verða viðfarin, sigur Katrin Dahl Jakobsen m.a. í viðmerkingunum til fyrispurningin um íbúðir til brekað Ólavur í Beiti Katrin Dahl Jakobsen, løgtingslimur Javnaðarfloksins, hevur spurt Helenu Dam á Neystabø, almanna- og heilsumálaráðharra, um hon hevur sett sær nøkur mál viðvíkjandi íbúðarmøguleikum hjá brekaðum, sum hon vil náa, tað, ið eftir er av valskeiðinum? Um so er, at ein ítøkilig og munagóð ætlan er á veg, hvussu kundi hon hugsandi sæð út? At enda spyr katrin Dahl Jakobsen, um landsstýrismaðurin heldur at ábyrgdin fyri hesum samfelagsbólki er nóg væl tryggjað, tá ið tað ræður um rættindi á sosiala og bústaðarliga økinum? Í viðmerkingunum greiður spyrjarin frá, at tíðliga á heysti 1998 fór ein arbeiðsbólkur undir at greina út bústaðarviðurskiftini hjá brekaðum í Føroyum. Við í arbeiðsbólkinum vóru umboð fyri Tórshavnar Kommunu, Klaksvíkar Kommunu, Føroya Pedagogfelag, Serstovnadeildina, Meginfelag teirra brekaðu og Javna. 17 bútilboð Álit varð greitt úr hondum 10. apríl 2000. Við hesum hava vit fingið lýst støðuna, sum hon er í dag, somuleiðis sum hugleitt verður um, hvussu farast kann fram at bøta um viðurskiftini hjá teimum, sum hóast tak yvir høvdið, í veruleikanum mugu sigast at vera heimleys. Ein av niðurstøðunum í álitinum sigur, at ábendingar eru um, at neyðugt er at fáa til vega minst 17 bútilboð beinanvegin og eini 80 tey komandi 10 árini. Umframt hesi 17, sum Javni vísir á, eru 25 á Psykiatrisku deild, sum eisini áttu at komið undir bráðfeingistørv, umframt tey, sum ganga fyri vág og vind. Á deildini fyri tey dementu eru 10, sum heldur áttu at verið á hóskandi røktarheimi, sigur Katrin Dahl Jakobsen. Skáka sær undan Tað er einki yvir at dylja, at her er talan um ein samfelagsbólk, sum ikki fær tær sømdir, sum øll onnur taka fyri givið, eftirsum flestu okkara sjálvi eru før fyri at syrgja fyri tí. Okkara fremsta mál má vera at geva øllum borgarum somu møguleikar. Stórur munur er eisini á, hvussu ymisk brekað verða viðfarin. Tey hepnu fáa so dánt sín tørv nøktaðan og onnur als ikki. Er tað so, at skiftandi landsstýrismenn skáka sær undan ábyrgd viðvíkjandi rættinum hjá hesum bólkinum til hóskandi bústað, arbeiði, uppvenjing ella viðgerð, er neyðugt, at hesin rættur verður staðfestur við lóg. Forsorgarlógin gevur myndugleikunum møguleikar, tá tað snýr seg um bústaðir, men staðfestir helst ikki ábyrgd og skyldu í nóg stóran mun, havi eg skilt hana rætt. Syrgiliga støðan, ber helst boð um, at moralska skyldan røkkur ikki nóg langt, sigur Katrin Dahl Jakobsen at enda í viðmerkingunum. Sethúsaprísurin í eina náttúrliga legu Tað er eingin loyna, at sethúsaprísirnir í Havn eru methøgir í løtuni, og tað er einki, sum týðir uppá, at teir fara at lækka í nærmastu framtíð, sigur Jákup Sverri Kass Ólavur í Beiti Metir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at neyðugt er at seta tiltøk í verk til tess at taka hæddina av prísinum á sethúsum o.ø. møguligum árinum, sum koma í sambandi við eina komandi oljuvinnu í Føroyum? spyr Jákup Sverri Kass í fyrispurningi til Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra. Í viðmerkingunum, sigur Jákup Sverri Kass, at tað er eingin loyna, at sethúsaprísirnir í Havn eru methøgir í løtuni, og tað er einki, sum týðir uppá, at teir fara at lækka í nærmastu tíðini. Og um ein møgulig óljuvinna kemur at vinna sær fótafesti her á klettunum, so fara virðini á teimum føstu ognunum at vaksa enn meira. Meinigi maðurin tryggjast Vit eru noydd at tryggja okkum, at tann meinigi maðurin framhaldandi fer at hava møguleika at festa sær búgv uttan at seta seg í lívlanga skuld. Politisku myndugleikarnir eiga og skulu tryggja, at príslegan á sethúsum ikki fer at vaksa ovurhonds og ger at bara óljufeløgini og ríkmaðurin koma at hava møguleikan at byggja og keypa hús og harvið taka møguleikan frá føroyingum, sum ynskja at búgva í økjum, har oljuvinnan fer at hava týdning. Og Jákup Sverri Kass vónar so sanniliga, at landstýrið tekur hendan spurningin í stórum álvara og fer at arbeiða við at tryggja, at sethúsaprísurin og prísurin á grundstykkjum koma í eina náttúrliga legu, sigur hann í viðmerkingunum. Forlipt í seymimaskinum Lívið hjá Marjun Heimá hevur mest snúð seg um seymimaskinur og seyming. Nú kann hon hátíðarhalda, at tað eru 40 ár síðani, hon fór at selja Bernina seymimaskinur. Í hesum sambandi fær hon eisini fína vitjan úr Danmark Marjun Heimá fall fyri Berninu seymimaskinunum við fyrsta eygnakast. Hon gjørdist so glað fyri tær, at hon fegin vildi læra onnur, hvussu seymimaskinan verður brúkt. Eg eri Bernina-fan um ein háls. Eg fall fyri maskinuni beinanvegin og havi verið ómetaliga glað fyri hana, øll hesi árini eg havi brúkt Berninu, sigur Marjun Heima. Maskinan var so góð, at eg hevði eitt ynski um, at onnur eisini kundu læra at brúka allar teir møguleikar, sum maskinan hevði, sigur Marjun. Fór undir at selja Bernina í Føroyum Marjun Heimá fór beint eftir kríggið undir at seyma fyri fólk í Havn, og hon lat eina seymistovu upp. Har fekst hon nógv við seymimaskinur, tí tað var ein partur av hennara arbeiði. Seymistovan var í stovuni í heiminum hjá henni og manninum. Alt virksemi hevur eisini verið í teimum somu húsunum øll hesi árini. Tað var tó ikki altíð so lætt at fáast við seymimaskinur, tí tær máttu sendast niður til Danmarkar, um tær skuldu gerast í stand. Tí bílegði Marjun eitt annað slag av seymimaskinum. Tað var Bernina, og hon gjørdist beinanvegin glað fyri hesa maskinu og spurdi, um hon ikki kundi fara undir at selja hetta merkið í Føroyum. Tað var gaman í og í 1960, fyri júst 40 árum síðani, fóru fyrstu Bernina seymimaskinurnar um handilsdiskin í C. Ployensgøtu 4. Síðani hevur Marjun ikki helmað í, og framvegis verða hesar maskinur nógv seldar og eru enn væl umtóktar. Tað góða við Berninu er, at maskinurnar ikki eru serliga viðkvæmar, og tí kunnu øll brúka tær. Nógvar maskinur eru seldar til skúlar, tí eingin trupulleiki er hjá børnum at brúka tær. Frá motori til seymimaskinur Maður Marjun, Petur Heimá úr Sørvági, hevði verið maskinmaður. Hann hevði siglt undir krígnum og nøkur ár eftir tað eisini. Petur fór úr maskinrúminum umborð á skipi at arbeiða við minni maskinum. Hann fór niður til Danmarkar fyri at læra seg at gera seymimaskinurnar í stand. Tey arbeiddu tískil saman í handlinum í fleiri ár. Hon seldi maskinurnar og lærdi viðskiftafólki at brúka tær, meðan hann setti í stand aftur, tá okkurt brek var. Ein av orsøkunum, til at Bernina gjørdist so væl umtókt var, at Marjun bjóðaði viðskiftafólkunum undirvísing. Til ber at biðja um tíð og koma til undirvísing í handlinum. Tey fyrstu árini var Marjun úti hjá fólki og lærdi tey, men tíðin rakk ikki til tað, og tí kundi viðskiftafólkið ístaðin koma til teirra at læra seg. Eisini sluppu tey frá at senda maskinur, sum ikki riggaðu, til Danmarkar. Petur doyði fyri seks árum síðani. Marjun hevur fleiri ferðir verið og vitja Bernina verksmiðjuna í Sveis. Har hevur hon eisini fingið undirvísing í at brúka seymimaskinurnar, so hon er før fyri at læra onnur. Kríggið broytti ætlanirnar Marjun hevur altíð havt góðan hug at seyma, men hon hevði ongantíð ætlanir um at gerast seymikona. Tað at duga at seyma er hóast alt ættarbregði, tí langabbi hennara var skræddari. Pápin var Jens Pauli í Dali úr Havn og mamman var Poulina av Tvøroyri. Pápin var lærari á navigatiónsskúlanum, og tey búðu eisini eina tíð á skúlanum. Annars búði Marjun mest undir Pisuvarða við síðuna av Hans Andriasar húsi. Eg ætlaði mær ongantíð at vera syerska. Tað kom av tí at, eg fór til Danmarkar og varð innistongd har, sigur Marjun. Marjun fór niður til Danmarkar í 1938, men hon slapp ikki heimaftur fyrr enn eftir krígslok í 1945. Hon var sum ein fangi í Danmark og slapp ikki at síggja síni kæru í Føroyum í nærum sjey ár. Tað var í hesum tíðarskeiðnum, at Marjun lærdi seg at seyma. Hon gekk fyrst á handilsskúla, men fór síðani á annan skúla, har hon fekk undirvísing í seyming. Hon var noydd at finna uppá okkurt, meðan hon bíðaði eftir at sleppa heim. Áðrenn Marjun fór til Danmarkar hevði hon arbeitt í ullvøruhúsinum, sum pápabeiggin átti. Hon hevði samstundis gingið á handilsskúla í Føroyum. Tað var tí hon fór á handilsskúla niðri, men hon hugsaði ongantíð um at gerast seymikona, fyrr enn hon fór á tekniska skúla, har hon lærdi at seyma. Tá hon kom heimaftur á klettarnar, varð seymistovan latin upp, og soleiðis kom hon í hesa vinnugreinina. Tá hon fór at selja Berninu, var seymingin løgd meira til viks. Marjun kom sostatt at brúka bæði handilsskúlan og seymiskúlan, tá hon kom heimaftur. Systirin komin uppí part Nú eigur Marjun handilin saman við systrini, Ingu Mortensen. Inga hevur arbeitt í 30 ár, og hon er tískil eisini gomul í garði. Hóast tær hava arbeitt við seymimaskinum í mong harrans ár, so eru tær eins forliptar í Berninu sum á fyrsta degi, siga tær báðar og skera í ein so hjartaligan látur. Handilin ber ikki brá av at verða 40 ára gamal, men hevur eina ávísan dám yvir sær, sum er torførur at greiða frá. Handilin er ein býarmynd, og tað er torført at ímynda sær at ganga oman móti ríkisumboðnum uttan fyrst at kaga inn í gluggan hjá Marjuni og Ingu. Hóast Marjun nú er 80 ára gomul, so leitar hon sær av og á niður í handlinum. Hon ruddar onkuntíð og plagar at telja upp einaferð um árið. Systrarnar báðar ætla sær at halda áfram við handlinum so leingi til ber, men beint nú er eingin at taka yvir. Tað munnu nakrar túsund seymimaskinur verða seldar millum ár og dag. Í dag selja tær Bernina maskinur og Riccar og Bernette, sum eisini verða framleiddar av Bernina fyritøkuni í Sveis. Menninir vilja hava tað besta Marjum hevur sum vera man nógvar hendingar at greiða frá, sum hon hevur upplivað gjøgnum hesin 40 árini. Marjun sigur seg minnast eina konu í Klaksvík, sum ráddi dóttrini til at keypa eina seymimaskinu fyri peningin, hon hevði fingið við at arbeiða í fiski. Marjun fór norð at læra tað ungu gentuna, og lokkaði eisini mammuna at nýta maskinuna. Hon gjørdist so glað fyri maskinuna, at hon gav øllum teimum seks ommudøtrunum eina Bernina seymimaskinu í part, tá tær vórðu vaksnar. Marjun heldur fyri, at hetta vísir, hvussu góð Bernina í veruleikanum er. Hóast hetta fyri tað mesta er ein konufólkaverð, so eru tað ofta menninir, sum vilja hava tær bestu maskinurnar, sjálvt um teir ikki fara at brúka tær nakað serligt. Konurnar vilja kanska heldur hava eina einfaldari og bíligari maskinu, meðan menninir eru meira ráðaríkir. Annars hevur Marjun alt gott at bera sínum viðskiftafólki. Hóast hon mangan hevur latið maskinur upp á avgjald, so hava kundarnir altíð verið álítandi. Sita við teldu og seyma Tá vit settu beinini inn í handilin sóu vit eina farteldu standa á borðinum. Beint við síðuna av stóð ein seymimaskina og ein leidningur gekk frá telduni í maskinuna. Hetta ber boð um nýggjar tíðir - eisini hjá seymikonum. Nú ber til at sita við telduna og seyma kjólar og buksur. Marjun sigur tó flennandi, at hon als ikki tekst við at seyma við teldu. Hon dámar betur tær gomlu. Systirin Inga heldur tó, at tað er fínt at kunna seta maskinuna í gongd og so seta seg at gera okkurt annað. Stórar broytingar eru farnar fram innan seymimaskinur, men Marjun heldur tó, at tær størstu broytingarnar eru hendar tey seinastu tíggju árini við teldustýrdum seymimaskinum. Fáa fína vitjan Bernina fyritøkan letur ikki dagin fara framvið uttan nakað hóvasták. Í sambandi við 40 ára dagin kemur stjórin í Bernina í Danmark, Steen Jensen, á vitjan. Saman við honum verður eisini demonstratrise Tine Søgård, sum fer at vísa alt tað nýggja, sum Bernina hevur at bjóða. Tey verða í Føroyum frá 20. til 23. september, og nógv góð tilboð verða at fáa hesar dagarnar. Eg havi ongantíð angrað, at eg fór at seyma og selja seymimaskinur, sigur Marjun. Hetta hevur verið hennara lívsstarv, og hon hevur altíð verið hugtikin í seymimaskinunum, sum hon hevur selt. Hon er enn forlipt í Berninu. Nógv betur enn tinghúsið Flestu tingfólk vóru samd um, at tey aldri áður høvdu havt so góðar umstøður, sum tá fyrsti tingfundurin í útvarpshøllini varð hildin týsdagin Útvapshøllin er væl betur egnað til tingsal enn tingsalurin í tinghúsinum. Hetta heldur løgtingsformaðurin, Finnbogi Ísakson, og tað sama halda tey flestu av tingfólkunum. Higani fara vit ikki út aftur, segði okkurt av tingfólkunum í spølni úti á ganginum, tá fyrsti tingfundurin í útvarpshøllini varð hildin týsdagin. Nógv rúmsáttari Ein av fyrimununum við at brúka útvarpshøllina til tingsal heldur tingformaðurin vera, at hon er nógv rúmsáttari enn tingsalurin. Tað er gott pláss hjá tingfólkunum at sita í útvapshøllini, og av tí at plássið er so gott, verður heldur ikki so ring luft í útvarpshøllini, sum í tingsalinum, sigur Finnbogi Ísakson. Eisini viðurskiftini uttan um útvarpshøllina heldur tingformaðurin vera ógvuliga góð. Hann vísir á, at gott pláss er hjá tingfólkum úti á gangunum, somuleiðis sum tingið eisini hevur fingið væl egnaða kaffistovu og fundarhøli, til taks frá útvarpinum. Harafturat fegnast tingformaðurin um, at eingin gjóstur er í útvarpshøllini eins og í tingsalinum, tá vesturættin liggur trá. Viðurskiftini at halda tingfund í útvarpshøllini eru yvirhøvur nógv betur, sigur Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður. Roksut at atkvøða Av tí, at løgtingið bert fyribils skal halda til í útvarpshøllini, er elektróniska atkvøðuskipanin ikki flutt úr tingsalinum niðan í útvarpshøllina. Tí mugu tingmenn reisa seg fyri at gera vart við, um teir eru fyri, ímóti ella atkvøða blankt fyri einum uppskoti. Hetta ger atkvøðugreiðsluna meira roksuta, ger Finnbogi Ísakson vart við. Meðan tingfólk í tingsalinum við at trýsta á ein knøtt kunnu gera greitt, um tey eru fyri, ímóti ella atkvøða blankt fyri einum uppskoti, mugu tingfólk í útvarpshøllini reisa seg tríggjar ferðir, áðrenn hetta er greitt. Tingformaðurin má spyrja tingfólkini um tey eru fyri uppskotinum, og síðani skulu tey, sum eru fyri, reisa seg. Tað sama er galdandi fyri tey, sum atkøða blankt ella ímóti. Fíggjarlógin fyri í útvarpinum Arbeiðið at byggja um tinghúsið gongur sum ætlað, og skal tað vera liðugt um mánaðarskiftið. Men tað er ikki vist, at húsið verður heilt klárt áðrenn fíggjarlógaruppskotið skal viðgerast. Tí er møguleiki fyri, at fíggjarlógin fyri ár 2001 verður viðgjørd í útvarpshøllini og tískil verður ein søgulig fíggjarlóg. Tingfundurin týsdagin var eisini ein søguligur tingfundur. Hetta var fyrsta ferðin í 300 ár, at tingfundur varð hildin uttan fyri tingsalin. Helveg heldur fast við sítt Danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Pedersen, staðfestir í svari til føroysku fólkatingslimirnar enn einaferð, at lond skulu hava vápnaða megi fyri at vera limir í Partnership for Peace Ein náttúrlig fyritreyt fyri at vera við í Partnership for Peace samstarvinum er, at landið hevur vápnaða megi. Hetta staðfestir Niels Helveg Pedersen í svari upp á fyrispurningar frá Óla Breckmann og Jóannes Eidesgaard, fólkatingslimum. Teir báðir fólkatingslimirnir settu danska uttanríkisráðharranum hvør sín fyrispurning um Partnership for Peace, eftir at hann hevði sýtt løgmanni at tosa við NATO aðalskrivaran um samstarv og í brævi gjørt løgmanni greitt, at Føroyar ikki kunnu gerast limir í Partnership for Peace, tí vit hava ongan her. Harafturímóti vísir upprit frá bretskum professara í verjumálum, sum er góðkent av sjálvum aðalskrivaranum í NATO parlamentinum, at Føroyar ikki noyðast at hava her, fyri at gerast limir í Partnership for Peace samstarvinum. Kortini ger Niels Helveg Pedersen báðum føroysku fólkatingslimunum greitt, at eitt land við limaskapi í Partnership for Peace tekur á seg fýra skyldur, saman við NATO. At samstarva við NATO og at menna hermegi, ið betri kann samstarva við NATO. At skapa gjøgnumskygni í tillrættarleggingini av altjóða verju. At tryggja fólkaræðisligt eftirlit av vápnaðum herliðum. At halda við líka evnini og tilbúgvingina at vera við í tiltøkum, sum til dømis verða gjørd undir ST. Danski uttanríkisráðharrin vísir á, at afturat hernaðarliga samstarvinum, umfatar limaskapurin í Partnership for Peace eisini samstarv um bjarging og tilbúgving. Knappa hálva millión fyri at lesa frágreiðing Nú frætta vit, at løgmaður ætlar at brúka kr. 400.000 til at lata ein løgfrøðing lesa frágreiðingina hjá einum øðrum - alment løntum - løgfrøðingi. Um løgmaður ikki kann brúka løgdeildina, hví skulu so onnur hava álit á henni, vil Annita á Fríðriksmørk hava at vita frá løgmanni Ólavur í Beiti Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmaður, hevur sett løgmanni seks spurningar í fyrispurningi. Fyrst vil hon hava at vita, hvussu nógvir løgfrøðingar og búskaparfrøðingar eru í aðalstýrunum? Hvussu nógvar pengar kostar tað almennum stovnum at brúka eksternar løg- og búskaparfrøðingar? Hvat heldur løgmaður vera fyrimunir og vansar við eini miðsavnan av serfrøðini? Og at enda vil Annita á Fríðriksmørk hava at vita um løgmaður fer at taka stig til at leggja løgfrøðiligar uppgávur saman á eina løgdeild, og búskaparligar uppgávur saman undir Fíggjarmálastýrið? 3-5 til hvørt aðalstýri Í viðmerkingunum verður greitt frá, at tað eru nú átta aðalstýri, sum hvør í sínum lagi hava nakrar løgfrøðingar, nakrar búskaparfrøðingar eins og hópin av øðrum fakbólkum. Fyri løgfrøðingarnar og búskaparfrøðingarnar er tað galdandi, at teir hava hvør sítt stýrið, sum er serliga ætlað teirra fakbólki. Løgdeildin fyri løgfrøðingar. Fíggjarmálastýrið við sínum deildum fyri búskaparfrøðingar. Serliga tykjast løgfrøðingarnir at vera í stórum tali innan fyrisitingina. Einir 3-5 eru undir hvørjum aðalstýrið, umframt at stýrini og tilhoyrandi stovnar brúka bæði internar og eksternar løgfrøðingar afturat teimum føstu í aðalstýrunum, sigur Annita á Fríðriksmørk. Tó eru bert nakrir heilt fáir á løgdeildini. Hetta merkir í dag eitt ófulfíggjað juridiskt arbeiði bæði í stýrunum og á sjálvari løgdeildini, og kemst hetta av, at einki veruligt umhvørvi verður uppbygt. Tað tykist, sum hvørki uppgávur ella persónar eru sett á rætt stað, men eru miðspjadd út á øll aðalstýrini. Løgdeildin fær vanliga nakrar fáar dagar, har valla er nóg mikið av tíð til annað enn at rætta nakrar stavivillur. Hægsta boð Nú frætta vit, at løgmaður ætlar at brúka kr. 400.000 til at lata ein løgfrøðing lesa frágreiðingina hjá einum øðrum - alment løntum - løgfrøðingi. Um løgmaður ikki kann brúka løgdeildina, hví skulu so onnur hava álit á henni? Fyri 400.000 kr. fekk løgmaður hægst lønta løgfrøðing eftir BLF sáttmálanum. Hesin kundi so brúkt bæði tvær og triggjar vikur til frágreiðingina og so røkt veruliga neyðugar uppgávur restina av árinum. Tað er einki løgið at síggja byrjunartrupulleikar við eini nýggjari landsumsitingarskipan. Men hinvegin kann tað tykjast løgið, um vit lata verandi kós koyra, hóast hon ikki er lagað til føroysk viðurskifti, og hóast vit síggja, at her er okkurt, sum kundi verið betur. Hetta gerst als ikki eftir einum degi. Men spurningurin er, um vit vilja seta kósina móti eini miðsavnan av serfrøðini ella um vit góðtaka, at hon er spjødd út átta ymisk aðalstýri, sigur Annita á Fríðriksmørk m.a. í viðmerkingunum. Tunfiskaævintýrið hjá føroyingum liðugt Fiskiskapurin hjá tunfiskaskipunum undir Føroyum er bara versnaður seinastu árini. Í ár er púra onki at fáa og nú haldi eg at tað er liðugt, sigur Guttormur Djurhuus, sum hevur verið vísindaligur eygleiðari við tunfiskaskipi øll árini Tunfiskurin undir Føroyum verður ikki ta ævintýr, ið summi høvdu vónað. Tvørturímóti tikist, sum um ævintýrið er liðugt, longu áðrenn tað er byrjað. Tað er í hvussu so er niðurstøðan hjá Guttormi Djurhuus. Fáur kennir meiri til fiskiskapin eftir tunfiski undir Føroyum, tí hann hevur øll fýra árini, tunfiskur er fiskaður undir Føroyum, verið vísindaligur eygleiðari umborð á tí eina av skipinum, tí japanska skipinum, Koei Maru 58. Hann er júst farin nýggjan túr við skipinum fyri at fáa um endan á hesi vertíðini eisini. Hann sigur, at eftir at hava fylgt við gongdini hesi seinastu árini, er hann komin til ta niðurstøðu, at tað er liðugt við tunfiska-fiskiskapinum undir Føroyum. Hendan niðurstøðan er uttan iva eitt stórt vónbrot hjá mongum, tí tey eru ikki so fá, sum hava mett tann sera virðismikla tunfiskin sum eitt munandi íkast til vanliga fiskiskapin og samfelagsbúskapin sum heild. Minkaður hvørt ár Guttorm Djurhuus sigur, at úrslitið av fiskiskapinum eftir tunfiski undir Føroyum vísir, at fiskiskapurin er minkaður í stórum á hvørjum ári, síðani vit fóru undir fiskiskapin undir Føroyum fyri fýra árum síðani. Skipið, sum eg havi verið við, fekk góð 100 tons í 1997, 61 tons í 1998, bara 38 tons í fjør og higartil í ár hevur tað ikki fingið meiri enn eitt hálvt tons. Trý japansk skip hava fiskað tunfisk undir Føroyum hesi árini og tilsamans fingu tey 225,5 tons undir Føroyum í 1997, í 1998 fiskaðu tey 173,9 tons, í 1999 fingu tey ikki meiri enn 107,6 tons. Men í ár hevur bara tað eina skipið, Koei Maru 58, verið undir Føroyum og tað hevur, sum sagt bara fingið 500 kilo. Samstundis, sum nøgdin er minkað, hevur støddin á fiskinum eisini verið minkandi hvørt ár. Tvey onnur skip fiska tunfisk undir Føroyum, Selnes av Tvøroyri og Leitisstein úr Hósvík. Tað ber ikki til at fáa at vita, hvussu nógv tey skipini hava fiskað. Men tað skilst, at hjá teimum hevur verið minst líka vánaligt sum hjá Koei Maru 58. Tunfiskavertíðin undir Føroyum endar um mánaðarskiftið oktober, november. Sjálvandi kann eitt undur henda hendan síðsta mánaðin av vertíðini, sum kann pynta tølini í ár eitt sindur, sigur Guttormur Djurhuus. Men tað er onki, sum bendir á, at tað fer at hendir nøkur broyting hendan síðsta mánaðin verður, leggur hann afturat. Í øllum førum væntar hann ikki, at fiskiskapurin í ár verður meiri enn helvtin av fiskiskapinum í fjør, í besta føri. Stovnurin ovfiskaður Guttormur Djurhuus sigur, at hann er sannførdur um, at gongdin undir Føroyum er ikki bara tilvildarligir munir í fiskiskapinum, sum kunnu koma fyri frá ári til ár. Afturgongdin hevur nú vart í fleiri ár á rað og eg ivist ikki í, at hetta er ein avleiðing av, at tunfiskastovnurin er ovfiskaður í so stóran mun, at tað nú er onki eftir. Sostatt er hansara niðurstøða at tað er liðugt við tí føroyska tunfiskafiskiskapinum, í hvussu so er fyribils. Nær fiskiskapurin kann takast uppaftur, veldst um, hvussu skjótt stovnurin kann verða mentur aftur. Guttormur Djurhuus sigur, at hetta samsvarar væl við niðurstøðuna hjá einum fronskum tunfiskaserfrøðingi, sum longu í 1995 segði, at blivu ikki tiltøk sett í verk beinanvegin fyri at verja stovnin, beyð honum ikki bøtir. Hóast hesar ávaringar, hendi onki, og avleiðingarnar síggja vit nú, sigur tann vísindaligi tunfiskaeygleiðarin hjá Fiskirannsóknarstovuni. Higartil hevur fiskiskapurin undir Føroyum bara verið royndarfiskiskapur. Var tunfiskurin nakrantið nakað at byggja á, tá ið hann varð uppfiskaður á royndarstigi, longu áðrenn tann veruligi fisksikapurin byrjaði? Nú eru vit ikki teir einastu, sum fiska tunfisk. Tunfiskurin undir Føroyum er av tí eysturatlantiska stovnininum, sum gýtir í Miðjarðarhavinum og vestanfyri Afrika og sum síðani ferðast norðureftir og eisini kemur undir Føroyar. Og hesin stovnurin verður rættiliga tráðroyndir, bæði av japanarum, portuguisarum, spaniólum italienarum og øðrum, sum fiska bæði við línu og við nót. Eitt nú verður rættiliga nógvur gýtingarfiskur fiskaður við nót í Miðjarðarhavinum. Tað einasta, sum vit hava gjørdu, tá ið vit fóru undir at fiska tunfisk, var at skumpa eitt lítið sindur eina óhepna gongd, sum langt síðani var byrjað. Altjóða felagsskapurin, ICCAT, hevur átikið sær at umsita tunfiskin, men hann hevur heldur ikki megnað at varðveita stovnin, sigur Guttormur Djurhuus. Men so er tað eisini tað, at tunfiskurin er so ómetaliga virðismikil. Og ein stovnur, har fiskurin er upp í 500 krónur verdur fyri kilo, hevur dømt seg sjálvan til deyðis, tí tá verður royndin so hørð, sigur Guttormur Djurhuus. Hann leggur afturat, at tann vánaligi fiskiskapurin er ikki bara undir Føroyum. Støðan er tann sama alla aðrastaðni, bæði undir Íslandi, á Hattonbanka á Flemish Cap og aðrastaðni. Men nú eru nakrir fáir fiskar fingnir suður av Munkagrunninum og tí fer Koei Maru 58 at royna einaferð enn. Hava fiskað 178.000 tons undir Føroyum Átta teir fyrstu mánaðirnar í ár fiskaðu útlendsk skip tilsamans 177.615,9 tons undir Føroyum. Tað vísir eitt nýtt yvirlit yvir fiskiskapin undir Føroyum higartil í ár. Nógv størsti parturin av fiskinum er svartkjaftur, tilsamans fiskaðu útlendsk skip 153.328 tons av svartkjafti undir Føroyum átta teir fyrstu mánaðirnar í ár. Tað eru tey russisku skipini, sum hava fiskað nógv mest undir Føroyum og tað er sjálvsagt av svartkjafti, tey fiskaðu 75.186,6 tons av svartkjafti undir Føroyum frá januar til og við august í ár. Men eisini norsk og íslendsk skip hava fiskað nógvan svartkjaft undir Føroyum hesa tíðina, ávikavist 41.928,7 og 25.930 tons. Men eisini donsk skip hava fiskað 7,142 tons. Annars hava ES lond fiskað 10.282 tons av Svartkjafti undir Føroyum hesa tíðina. Annars er makrelur tann fiskurin, sum útlendsk skip fiska mest av undir Føroyum. Og tað eru eisini russarar, sum hava fiskað mest av makreli, 8.643.5 tons. Restina av makrelinum, 3.635 tons, hava donsk skip fiskað. Burtursæð frá svartkjafti og makreli, er tað bara ein viðfáningur, sum útlendsk skip hava fiskað av øðrum fiski. 2.169 tons av longu hava tey fiskað, 1.778 tons av brosmu, 2.669 tons av kongafiski, 1.412 tons av langasporli og 1.851 tons av toski, hýsu og brosmu tilsamans. Tilsamans hava skip úr átta londum fiskað undir Føroyum í ár. Talan er um skip úr hesum ES londum: Danmark, Bretlandi, Týsklandi og Fraklandi. Annars hava russisk, norsk, Grønlendsk og íslendsk skip fiskað undir Føroyum í ár. Tilsamans hava tey brúkt 4.792 fiskidagar undir Føroyum. Flestar fiskidagar brúktu norsk skip, sum brúktu 1.871 dagar, men beint í hølunum á teimum komu russisk skip við 1.740 døgum. Hinvegin fiskaðu týsk skip bara í 23 dagar undir Føroyum átta teir fyrstu mánaðirnar í ár og grønlendsk skip brúktu 48 dagar. Skómakarin í Fuglafirði níti Í dag verður Johannus Jacobsen í Fuglafirði níti ár. Millum fuglfirðingar man hann best - og eina mest - verða kendur sum Skómakarin. Abbi kom til Fuglafirðar í 1930 at virka sum skómakari. Hann er føddur og uppvaksin í Funningi, men fór sum fjúrtan ára gamal til Havnar at læra til skómakara hjá mammubeiggjanum, Knút Petersen. Abba dámdi sera væl tíðina í Havn, og tosar hann ofta um Havnina í 20'unum, tá hann seymaði sjómonnum stylvar á verkstaðnum hjá Knút í Smiðjustovu í Bringsnargøtu - og veit hann okkum nógv at siga um gomlu Havnina, ið tá í stóran mun fevndi um Reynið og leiðirnar har um vegir. Í 1930 fór abbi til Fuglafirðar. Hví hann júst endaði har, veit eg ikki rættuliga, men mær er fortalt, at onkur lat hann vita, at í Fuglafirði var eingin skómakari - og skómakari kravdist í eini bygd við nógvum sjófólki. Saman við abbasysti, Magninu, flutti hann til Fuglafjarðar. Har fekk hann sær verkstað, og skjótt fann hann sær eisini ommu, Ellufíu hjá Óla á Miðgerði, og giftust tey í februar 1936. Abbi og verkstaðið hava altíð verið ein eind, og enn er verkstaðið ein partur av húsinum. Tá vit vóru børn, var abbi á verkstaðnum allan dagin, og omma helt hús, var í køkinum og vaskaði klæði. Í dag brúkar abbi ikki so nógvar tímar á verkastaðnum. Nú eru tímarnir fleiri í køkinum, har hann bakar og matger. Stórur saknur var, tá omma í 1977 doyði, men lívið skuldi halda fram, og sum við handverkinum hevur hann evnini at skapa trivna og lív rundan um seg. Hugaligar eru eisini løturnar, tá Malla, systirin úr Funningi vitjar, og nú abbi er 90, og abbasysti 99, verður stuttligt at síggja báðar >>nítiáringarnar<< í Fuglafirði í dag. Abbi og omma fingu sjey børn. Tólv eru abbabørnini og 21 eru langabbabørnini. Góði abbi! Vit ynskja tær hjartaliga tillukku og alt tað besta. abbabørn Til minnis um Elinborg Zachariasen Nú er eitt ár liðið. Boðini komu óvæntað, at Elinborg knappliga var farin á Sjúkrahúsið. Vit vónaðu, at tað fór at laga seg. Men ta náttina á Landssjúkrahúsinum fingu vit at vita, sum tímarnir liðu, at onki var at gera. Soleiðis kann lagnan sláa. Yngst av seks systkjum skuldi fara fyrst. Røsk og glað og altíð til reiðar at geva eina hjálpandi hond. Tað var so meiningsleyst at Elinborg brádliga ikki var her meira. Hon var so heppin at traðka sínar barnaskógvar á Borðuni. Røturnar vóru av Nesi og úr Lamba. Grundarlagið var gott at skapa tað menniskjað, hon var. So lítillátin, og hevði tó so stóran týdning fyri okkum. Øllum tørvar eitt grundarlag, og hon var ein, ið dugdi at savna familjuna, altíð við frískum sinni og hugskotum. Hugsaði positivt. Var millum annað við til at lata Konditaríið uppaftur. Ringt er at skilja, at hon ikki er her longur. Men minnini liva. Latið okkum minnast tað góða, Elinborg gav okkum, og latið hennara lyndi geva okkum íblástur. Eingin veit, hvat ið kemur, so vit mugu gleðast um tað, vit hava. Ærað veri minnið um Elinborg. Páll og Súni RIDDARASLAGIÐ til Jóannesar Eidesgaards áðrenn landsfund Javnadarfloksins Hesar seinastu mánarnar og serliga henda mánadin hevur Jóannes Eidesgaard verið svínaður út og dúgliga álopin av diversum fullveldisfólki, (líka frá Vágfjalli til Úlvsá og Elin Henriksen) og tadð hava nógvir eldri javnaðarveljarar fegnast um, tí einki er meira skammiligt hjá javnaðarfólki enn at verða róstur av tí slagnum. Petur Mohr Dam, slóðbrótari okkara, sum var arkitekturin aftan fyri føroyska vælferdarstatin plagdi ofta at taka til, at besta kumpassið hjá honum fyri at vita, um politiska kósin var røtt, rættvís og greið fyri at gagna føroysku lønarfjøldini var at síggja og hoyra, hvussu nógv hann var hunddálkadur av tjóðveldismonnum. (Hann hevdi tann heiður saman vid Georg Lindenskov Samuelsen at vera mest persónliga chikaneraði føroyski politikkari - fyrst av fólkaflokki, sídani av tjódðveldismonnum.) Skuldi tað knappliga verið ein vika, har hann ikki var yvirfúsaður av teimum, gjørdist hann næstan illa við og fór at umhugsa, um hann mundi vera á rættari leið politiskt, "tí ... ", legði hann afturat, " Gud náði og troysti okkum javnaðarmenn, taíð vit í okkara rættvísispolitikki rokna við at fáa nakra tøkk frá tí turrgelda tjóðveldislidinum, sum aldri hevur havt og aldri fer at hava nakran erligan socialan vilja í politikki." `I dag verda linjurnar tíbetri strikaðar týðuliga upp í føroyskum politikki, soleiðis at eingin ivi skal vera um tað bládýpi, sum er og altíð fer at vera millum øðrumegin rationelt og pragmatiskt hugsandi javnaðarmenn og hinumegin ábyrgdarleysar, irrationellar nationalistar og dagdroymarar sum fullveldismenn. Her er munur á monnum. Risagjógv er millum skilaleiðina hjá Jóannesi og ørvitisleiðina hjá Høgna. Frá tí vulgeru reklamu-stovuni i Tinganesi (fyrr landsstýrisskrivstovan) roynir Landsmøsnarin, Hoydal at villleiða fólk og fortelja teimum, at vit eru ein homogen tjóð, og tí er ikki brúk fyri flokspolitikki longur. Hetta sigur óvitin í ramasta álvara. Bara tað sigur okkum, at tað er brúk fyri javnaðarpolitikki meira enn nakrantíð áður. Er hann so ungur, at hann ikki veit, hvørjar hann her citerar? Hevur hann aldri hoyrt um korporativan politikk ella Volksgemeinschaft? Hevur hann ikki, kunnu vit vissa hann um, at tað ongantíð hevur verið meira brúk fyri flokkspolitikki, enn síðani hann kom við sínum ørvitisprojekti um loysing uppá avbetaling. Hann skal eisini gera sær greitt, at føroyingar aldri vera nakað homogent fólk, - hartil eru ahugamálini ov ymisk. Tad er langt glopp frá teim, sum halda seg hava patent uppá at vera føroyingur og so til teirra, sum veruliga eru tað og búleikast á bygd fyri slitmannaløn. Tann forkelaða klikan av vælløntum, dansktgøddum akademiskum patentføroyingum, sum dusa sær í Havn hava eingi áhugamál til felags við arbeidsmonnum í Miðvági, arbeidskvinnum í Sumba, útróðrarmonnum í Klakksvík ella fiskimonnum í Fuglafirði. Her mugu javnadarmenn kompromisleyst avdúka og steðga demagoginum, og tað tykist Jóannes at vera farin undir nú av álvara, tí leika fullveldismenn steinørir. Vit onnur fegnast og veita honum riddaraslag. Riddarin skal herja móti øllum drekum og trøllum, ikki minst fullveldisskrýmslinum. `I politikki hava tjóðveldismenn altid verið ørindaleysir - fantasileysir nationalistar, sum ongantíð lærdu at hugsa longur og meira enn eina hálva viku fram í tíðina. Teir eru ikki problemloysandi - nationalistar eru allastadni bara problemskapandi. Lat tað vera sagt, so tað ikki kann misskiljast, at javnaðarmenn aldri hava verið og aldri verða fullveldismenn, hvaðna minni loysingarmenn, tað skal tí endurtakast, at tí og júst tí er meira brúk fyri sterkum miðvísum flokkspolitikki, sum kann avdúka tómleikan og vitloysi í fullveldisprojektinum og Hoydalsrepublikkini. Hetta er Jóannes eisini farin undir, tí verður hann ærumeiddur av tí hatsku fullveldis-juntaini. Tað er tí í góðum treysti, at javnadarfólk hesu ferð kunnu fara til landsfundar og vita tað, at flokkurin enn sum fyrr vil stríðast móti allari nationalismu, danahatri, ósemju og øllum tí destruktiva og niðurbrótandi politikki, sum tjóðveldisflokkurin altíð hevur umboðað. Yvirlýsing átti at verið gjørd um, at fólkið ikki longur vil finna seg í tí landsfíggjada heilavaski, sum Hoydalsmøsnarin skipar fyri hvønn einasta dag, har hann beinleiðis neyðtekur alla tíðindatænastu her í landinum. `I øllum øðrum londum hevdði tað, sum fyriferst í Tinganesi verið mett undantaksstøða, har vanlig demokratisk rættindi eru suspenderad! Men hjá okkum ber alt til! Tvinnar eru leiðirnar: Tann hjá Høgna er við bindi fyri eyguni at leypa beint á sjógv - hin leiðin, tann hjá Jóannesi er ein hampuliga vælgongd gøta, har vit taka brekkuna lagaliga, sýn av sýn, hamara fyri hamara, og vita við okkum sjálvum, at fram kemur hann, ið hóliga fer. Hesa seinnu leiðina fær Jóannes ótøkk fyri frá fullveldismonnum, tí teir vilja hvørki dønum ella vanliga føroyinginum nakað gott. Vit kunnu bara biðja hann dríva meira á, so hann eins og Petur Mohr Dam fær allan tjóðveldiskøstin oman yvir seg, men harvið kann koma heilt fram á odda í rættvísisstríðnum. Men júst tí, at Jóannes verður lastaður av hasum fólkaslagnum, skal hann hava og hevur uppiborið riddaraslag frá okkum øðrum, ið vilja samstarv, symbiosu og gott brøðralag við danir. Støðan er sera álvarsom í dag! Fullveldisklikan søkir við vilja konfrontatión við danir og roynir at forpesta viðurskiftini millum báðar tjóðirnar. Landsmøsnarin er langt síðani farin um alt mark fyri demokratiskan atburð. Alt tað, sum heimastýrisflokkarnir høvdu bygd upp av vælvild og áliti millum danir og okkum við seigum dugnaarbeiði líka síðani 1946 er henda kyniska ókvalifiseraða novisa í politikki við at beina fyri. Verður hesin politiski óviti ikki steðgaður skjótt, kann tað koma at taka eitt heilt ættarlið at byggja uppaftur normalar relatiónir við danir. Landsfundur Javnaðarfloksins eigur tí at taka hetta álvarsmál upp soleiðis at danir skilja at tað bara er ein forkelaður fullveldisbólkur, sum stendur aftan fyri hesar ráu og ábyrgdarleysu kollisiónskósina. Lat okkum at enda øll minnast, hvussu Petur Mohr Dam plagdi at teppa Erlend Patursson og hansara herviliga harkalið, táið teir fóru sjóleysir upp at rópa um, at "í Føroyum skuldu føroyingar ráða" ... so kom tað sáttliga, men hvast frá Petur Mohr Dam: Í Føroyum skulu føroyingar liva. Vit vita, at í tí fongsli, sum fullveldismenn kunnu bjóða okkum, verður ikki liviligt hjá rættiliga nógvum. Svangligt verður at liva av ússaligari Hoydalshjálp, tí teir menninir egna bara fyri seg sjálvan, og sera ódrúgvur verður posamatur frá ódugnaligum tjóðveldismonnum. Og tí, at Jóannes er farin at stríðast manniliga móti hesum samvitskuleysu hyklarum, skal hann hava sítt triðja riddaraslag. Einki er meira heiðurligt og riddarligt fyri ein føroyskan politikkara enn at herja móti Hoydalismuni, heimføðisskapinum og fordummilsinum, tí annað er turrgeldi Hoydalsóvitin ikki førur fyri at veita tjóðini og hansara fjarstýrdu mikrofonhaldarar í tjóðveldisreiðrunum í útvarpi , sjónvarpi og aðrastaðni við standa bara sum observatørar og tora ikki at muta ímóti. Jóannes er tí rættiliga einsamallur í dag - hóast hann er andstøðuleiðari, verður hann at kalla ikki boðsendur av fjølmiðlum. Vit eiga øll at stuðla Jóannesi og ikki lata hann stríðast einsamallan! Frá okkara journalistum er eingin hjálp at heimta - teir hava selt seg langtsíðani! Virgar T. Dalsgaard Johannes Jacobsen, skómakarin 90 ár Ein snøggur fuglfirðingur verður níti ár 21 september - fattur í herunum, lættur upp á sporið og eins fryntligur, sum ein 20 ára unglingi. Hann er ættaður úr Funninigi sonur til Carolinu og Osvald. Hann hevur livað megin partin av fyrru øld og hevur trinið inn í nýtt árhundrað og nýggja øld. So hann er nóg gamal at vita av. Um hetta er orsøkin til tey mongu árini, er ilt at siga, men slektin í báðar ættir eldist væl. Skómakarin er Johannes. Annað navn var ikki millum manna. "Far heim til skómakaran, bið hann bøta upp á hesar skógvarnar til sunnudagin."- "Jú, kom aftur leygarkvøldið". Heim aftur leygarkvøldið. Tá slapst tú at sita undir bitunum í hjallaranum eina góða løtu og bíða, meðan hann legði síðstu hond á verkið. So varð prátað, og sum flestu vaksin gjørdu í bygdini, argaði hann teg eitt sindur. Hetta varð bara uppfatað sum spæl. "Mamma tín fær ikki hesar skógvarnar til sunnudagin. Hon skal á leistum í kirkju, ella hon kann fara í svartaskógvarnar hjá pápa tínum!" Og so var látur. Skemtið bar brá av barnsligum, uppkiptum fyrimyndum, sum í barnasinninum fóru aftur við borðinum sum nakað stuttligt: Síggja mammu fara í kirkju í svartaskóm hjá pápa, ja, alt bar til, men, men, men... Maskinurnar snurraðu, og skómakarin stóð í síni kittlitaðu svintu í sissheimi og gjørdi hetta so snøkt, sum til bar. Dyggur var hann í sínum handverki, og væl visti hann eisini, at skógvarnir skuldu skína. Tað skuldi standa eftir, tá ið farið varð inn eftir kirkjugólvinum sunnudag, at verkið var til fulnar gjørt, og einki krotusmíð hekk uppi yvir hali ella leisti. Sjálvandi visti Skógmakarin um alt hetta. Mundi tað ikki honum eisini vera ein dygd, at kvinnurnar fóru í skógvar serliga sunnudag, sum høvdu verið í hansara hondum kvøldið fyri? Orðið mótasýning var ikki uppfunnið um hetta mundið, og hevði henda gongd inn eftir kirkjugólvinum einki við tað at gera. Hetta var spurningur um æru, bæði hjá handverkaranum og hjá tí, sum í skónum var. Æran er fagrasta træ í skógini, og ærukær eru flest øll. Lat tað eisini vera sagt, tá ið nomið varð við handverkið, at ikki vart tú kveistraður burtur, tá ið tú onkran regndag stakk inn á gólvið í Smiðjuni, Snikkaravirkinum hjá Jacob Olufi og Bedingini. Handverkið livdi í hvørjum króki, tú sást tað, kendi angan av tí, og tilevningin var goymd í onkrum króki, sum fyri eftirtíðina gjørdist til nakað dýrabart. Meðan tú bíðaði inni hjá Skómakaranum, var lív í hvørjum sekundi. Tíðin stóð still, hóast hetta var leygarkvøld. Eygað sá, hvussu alt fyrifórt, og tað var gott. Johannus lærdi eisini ortupediskt skósmíð. Her skuldu bæði hegni og evni til at fara um allar teir føtur, sum vóru merktir av bága úr móðurlívinum ella skaða, sum hevði elvt til vanføri. Her skuldu listalig evni til. Jú, tú kanst vera góður listamaður, men alt endar í handverki, og so er spurningurin: Um tú ert góður handverkari ella ikki. Og her hevur Johannus verið hollur. Hann var knýttur at teimum, sum skuldu hava hetta slag av skóm og ikki minst, tey at honum. Tey komu úr øllum landinum til hansara, so sigast kann: Vælsignað veri hondin! Ikki fer tann kittlitaða svintan frá mær. Hon var bæði impressionistisk og ekspressionistisk. Teir svørtu prikkarnir, ið livdu í plagginum, gjørdu Johannus til ein listaligan part av einum heimi, sum bara sæst niðri í Paris hjá t. d. Mon`et, Gauguin og Delacroix. Johannes kom sum ungur til Fuglafjarðar. Hann og Magnina (systirin) búleikaðu á Bakkanum dygst við smiðjuna (húsini hjá Høgna og Marthu) ta fyrstu tíðina. Johannus bleiv skotin í Ellu Fíu (Elin Sofíu) hjá Óla Miðgerði. Tey giftust 1936 og fingu sjey børn. Nú er væl av vatni runnið í á síðani tú fórt úr Funningi. Eg haldi, tær hevur dámt í Fuglafirði, og í dag ert tú millum elstu fólk í bygdini. Hábarslig vóru tit, tú og Elli Fía, og satt at siga ert tú eins snøggur tann dag í dag, hóast tú hevur mist tína betri helvt og nátt tey níggjuti. Alexandra og eg ynskja tær hjartaliga til lukku við teimum níti árunum og blíðan byr framyvir. Frits Tillukku Tordenskjold Bech Bert ein lítil føðingardagsheilsan til vinmannin, Tordenskjold Bech, sum rundaði dustsins ár 18. september. Mangan beiskan manst tú á havinum hava klovið-messudrongur á Smyrli 14 ára gamal, 12 ár kokkur við Norðfarinum úr Vági við Johan Godtfred og so við trolarum og línubátum. Tín lutur lá ongantíð eftir, heldur ikki tá ið tú vart í Kanadavið Bresti við Ejler Jacobsen og lærdi kanadiumenn at fiska við línu. Nú hendan dagin sá eg teg so bragdligan, hvíttklæddan við líggja, tú sló sum ein unglingi. Tordenskjold er sonur Petur Karl av Rananum í Trongisvági, jarnsmiðjur, jarðarbrúkari og seyðamaður. Nr. 11 í røðini var hann a 12 systkum. Tá ið hann var borin í heim, hevði hann eina tonn í munninum og pápin helt, at slíkur drongur átti at fáa eitt kraftmikið navn. Tordenskjold líkaði væl navnframa navna og vin sín í Trondheimi, hin víða gitna herovastan í danska krígsflotanum og hann plagdi at taka til ørindi: "Hos hans far i Trondhjem stod, gik de alle frem på rad, døtre seks og sønner tolv, men kun en blen Tordenskjold". Vinir tykkara, teir eru nógvir, takka Miu og tær fyri mangar hugnaligar og fróðar løtur. Ljós liggi tykkum framtíðarleiðin og happadrúgv Hjørleif >>Múttarí<< á løgtingsskrivstovuni Tann 19. september varð eitt søguligt uppskot lagt fram á ting. Landsstýrið b iður um eina eykajáttan upp á kr. 400.000. Orsøkin fyri hesum uppskoti er dokumenterað í hesi grein. Hon er í sínum einfeldi tann, at landsstýrismálanevndin hevur tikið eitt mál til viðgerðar viðvíkjandi umsitingina av ávísum almannamálum. Men nevndin sum letst at hava eina slíka umsorgan fyri um Helena hevur fylgt galdandi reglum hevur í síni viðgerð av málinum ikki fylgt síni egnu reglugerð. Grundgevingin fyri at hetta ikki er gjørt er óhoyrd. Hon er samb. Edmund Joensen, at løgfrøðingarnir á løgtingsskrivstovuni hava noktað fyri at arbeiða samb. eina av nevndini samtykta starvsskipan. Grundgevingin hjá teimum er eins einastandandi. Løgfrøðingarnir vilja ikki gera ta í starvsskipanini ásettu niðurstøður >>tí hesar verða brúktar politiskt<<. Til hetta er at siga, at niðurstøður sum veruliga eru løgfrøðisliga undirbygdar kunnu sjálvsagt tola eina og hvørja viðgerð. Og tað man vera her hundurin liggur grivin. Avrikini hjá løgfrøðingum tola nevniliga ikki at verða hildin upp ímóti ljósinum. Undirritaði havi fleiri ferðir dokumenterað hvussu teir í stríð við tær fremstu meginreglurnar fyri eitt fólkaræði hava lagt navn til eitt løgfrøðisligt grundarlag, sum skal frítaka landsstýrismenn frá skyldina satt at siga fyri tinginum. Ein av niðurstøðunum hevur verið, at tað ongan týdning hevur fyri viðgerðina av einum lógarmáli á tingi, at løgmaður/landsstýrismaður gevur tinginum løgfrøðisligar skeivar upplýsingar! Tað er upplagt at ein slík niðurstøða hvørki tolir politiska ella aðra viðgerð. Tað sum er enn meira einastandandi er, at landsstýrismálanevndin samb. formannin >>hevur ásannað<<, at tað eru embætisfólkini hjá teimum sum við eini slíkari grundgeving avgera hvørt ein reglugerð skal fylgjast ella ikki. Hetta má so vera ein ásannan av, at landsstýrismálanevndin er komin í rasshaft av sínum mótstríðandi arbeiðshátti. Og nú kemur rokningin til løgtingið: Meira enn tvær árslønir hjá arbeiðara fyri at staðfesta um nakrar kunngerðir eru í samsvar við tilsvarandi lógir. Allir 32 løgtingsmenn hava >>passivt<< góðtikið hesa óhoyrdu framferðina hjá landsstýrismálanevndini og hennara embætisfólki. Nú skal hvør einstakur taka persónliga støðu. So fáa vit at síggja hvør ið er >>evsta vald<<. Óli Jacobsen ODDAGREIN: Illa er mett Týsdagin legði landsstýrið fram eina eykajáttan afturat. Tá henda eykajáttanin er samtykt, eru tilsamans játtaðar 112 milliónir krónur á eykajáttanum í ár. Enn eru tríggir mánaðir eftir av árinum, og tað kann lættliga henda, at upp aftur meiri verður játtað, áðrenn árið er farið. Tað er gott, at skipanin við eykajáttanum er komin í eina fasta legu, so vit vita, hvussu nógv tey ymisku málsøkini, og teir ymisku stovnarnir, kosta at reka. Men tá tað er sagt, skal leggjast afturat, at tað er illa mett, tá tað hevur verið neyðugt at játta meiri enn hundrað milliónir krónur afturat í árinum. Nú verður upplýst, at í nógvum førum er talan um lógarbundnar útreiðslur, og hesum slepst ikki undan at játta pening. Júst tá talan er um lógarbundnar útreiðslur, átti at borið til at rokna eitt sindur neyvari. Vit vita talið av t.d. fyritíðarpensjónistum, og vit vita, hvussu nógv teir fáa, so tað skuldi ikki verið so ringt at rokna út. Í øllum førum hevði ein av teimum "gomlu bóhkhaldarunum" klára paragraffirnar, sum fíggjarleiðarar við teldutøkni og alskyns programmum hava torført við at klára. Hinvegin kunnu vit ikki vara okkum ímóti óvæntaðum útreiðslum. T.d. er neyðugt at økja játtanina til banaforsorg. Barnaverndin krevur meiri pening, tí so nógv børn eru illa fyri. Hetta ljóðar óhugnaligt og sjálvandi skal peningur játtast at fáa slík viðurskifti upp á pláss. Áhugavert hevði verið at fingið at vita, hvat bagir. Arbeiðsloysið er minkað, og tey flestu hava aftur fingið arbeiði. -Er talan um vánaliga bústaðarviðurskifti, misbrúk, drukk ella havt? Annars varð við spenningi hugt eftir, um uppskot varð um at játta dagpeningaskipanini meiri pening. Vit minnast, at landsstýrissamgongan feldi andstøðuuppskotið at broyta lógina um dagpening, so tímalønt eisini fingu dagpening frá fyrsta degi. Grundgevingin var, at bíðast skuldi eftir arbeiðnum hjá eini nevnd, sum skuldi endurskoða hesi viðurskifti. Enn er eingin frágreiðing komin, og enn eru tímalønt fyri vanbýti, um vit samanbera við fólk í føstum arbeiði. Ein skamblettur fyri okkara vælferðarsamfelag. Spurningurin er altíð, hvussu vit raðfesta og hvat hava vit ráð til. Peningurin floymir inn í landskassan og yvirskotið verður helst aftur í ár meiri enn ein hálv milliard krónur. Sjálvandi skulu vit hava rygg at standa ímóti, so ov nógvur peningur ikki fer í umfar, men sosialir skeivleikar eiga vit at rætt. Men higartil kunnu vit staðfesta, at hetta landsstýrið hevur ikki raðfest sjúkratrygdina hjá vanliga føroyinginum serliga høgt! Ion fær fýra ár afturat Seinnapartin í gjár skrivaði Ion Geolgau undir nýggjan sáttmála við HB. Sáttmálin er galdandi í 4 ár At ein somikið langur sáttmáli verður undirskrivaður, er nærum óhoyrt í føroyskum fótbólti. Við undantakið av mest vinnandi føroyska venjaranum, Johan Nielsen, hevur tað so als ikki verið gerandiskostur, at venjarar støðast leingi í einum og sama felag. Fleiri orsøkir Sambært stjóranum í P/F Havnar Fótbóltur, sum er partafelagið aftan fyri fremsta liðið hjá HB, so eru tað tó fleiri orsøkir til, at felagið nú ger ein somikið langan sáttmála við Ion. Tað eru so nógvir smærri og størri lutir, sum hava verið viðvirkandi, sigur Steinfinnur Mittelstein. Fyrst og fremst er sjálvandi at siga, at vit hava verið sera væl nøgdir við tað arbeiði, sum Ion hevur gjørt fyri okkum higartil. Hóast talan ikki hevur verið um gullmerki hvør ár, so eru vit so avgjørt ikki av teirri fatan, at venjarin ber skuldina fyri hetta. Tað er eisini okkara fatan, at spælararnir hava verið væl nøgdir, og vit hava spurt okkum fyri hjá bæði dreingja-, unglinga- og fyrstudeildarliðnum, áðrenn nøkur avgerð varð tikin í so máta. Eisini leggur Steinfinn dent á, at tað so avgjørt ikki er nøkur løtt uppgáva at finna ein nýggjan venjara, og tá samstarviði hevur koyrt somikið væl í trý ár, heldur hann tað vera upplagt at leingja sáttmálan. Skal ein nýggjur venjari finnast, skal nógv arbeiði leggjast í, áðrenn partarnir kenna hvønn annan nóg væl. Hetta hava vit verið ígjøgnum við Ion. Í byrjanini var tað sjálvandi ein stór umstilling, sum mátti fara fram hjá báðum pørtum, tí hann kom jú úr einum heilt øðrum umhvørvi, har krøv til og umstøður hjá leikarunum eru heilt øðrvísi enn hjá okkum. Nú dugir hann at laga seg til føroysku mentanina, meðan vit samstundis síggja nógv positivt í hansara hugburði, har tilvildin so at siga ongantíð sleppur at ráða. Eisini hevur hann stórar menniskjaligar eginleikar, sum vit hesi trý árini hava virðismett sera høgt, so samanumtikið hava vit verið sera fegin um hansara leiklut í felagnum. Byrjanin hevði alt at siga Eg var sjálvur eitt sindur skeptiskur undan árinum, tí so nógv fólk var farið í mun til í fjør. Tað sýntist tó, sum um leiðslan í felagnum roknaði við, at tað fór at bera til, og allir leikararnir vóru eisini til reiðar at gera sítt besta Ein av fremstu leikarunum á HB liðnum seinastu árini, hevur uttan iva verið vágbingurin, Rúni Nolsøe. Vágbingur er kanska í so nógv gjørt av, tí árini á fremsta HB liðnum hava verið fleiri, enn tey á VB liðnum, men upprunin fornoktar seg tó ikki. Málburðurin hoyrir framvegis einum vágbingi til, og vinirnir í heimbygdini eru framvegis nógvir í tali. Í fótbóltshøpi var tað eisini í VB, at navn hansara av fyrstan tíð var at síggja, og navnkunnugur mundi hann gerast í Føroyum, tá hann í 1988 trein inn á fyrstudeildarpallin. Egill Steintórsson var tá venjari hjá VB, og hann gav fleiri ungum leikarum møguleikan at royna seg á fyrstudeildarliðnum, greiðir Runi frá. Eg meini, at vit vóru einir tríggir, sum soleiðis fingu møguleikan. Umframt meg sjálvan vóru tað Bjarni Johansen og Hans Pauli Dahl, sum spældu við, og hetta var sjálvandi ein sera stór og spennandi uppliving hjá okkum. VB varð annars endað niðast í fyrstu deild árið fyri, men tá deildin varð víðkað í 10 lið, varð niðurflytingin tó av ongum. Afturat okkum trimum, var eisini talan um fleiri aðrar ungar leikarar, sum vóru eini trý ár eldri enn vit. Umframt at vera spennandi, gekst okkum eisini heilt hampuligt á vøllinum, og eg haldi eisini at talan var um fleiri góðar dystir frá okkara síðu. At talan var um nakrar evnaríkar leikarar, sæst eisini væl aftur í dag, tí umframt Rúna, sum nú er liðskipari hjá HB, eru fleiri av hesum framvegis á besta VB liðnum, sum júst í hesum døgum er fremsti kappingarneytin hjá HB í stríðnum um gullkrónurnar. Skiftið var stórt Rúni leikti so við VB fram til 1993, og serliga minnist hann kappingarárið 1991, tá VB av álvara blandaði seg í oddastríðið, men tó at enda mátti taka til takkar við einum fjórða plássi. At eg gjørdi av at flyta til Havnar, hevði fleiri orsøkir. Eg flutti norður longu í 1991, og tað sigur seg sjálvt, at tað í longdini gjørdist nóg so møtumikið við allari ferðingini. Harumframt hevði HB tá eisini sett Jóannes Jakobsen sum venjara, og hetta hevði so avgjørt eisini nógv at siga í mínari støðutakan. Jóannes hevði tá verið venjari hjá okkum í VB í tvey ár, og mær dámdi hann sera væl sum venjara. Skiftið var stórt Tá varð annars ofta tikið til, at leikarar av bygd leitaðu sær til grannarnar úr B36, heldur enn HB, og Rúni ásannar eisini, at hetta var eitt stórt lop. Tað dámdi ikki øllum vágbingum eins væl, at talan gjørdist um eitt skifti til HB. Okkum spælarar ímillum var talan ongantíð um nakran trupulleika, men onkuntíð kundi hoyrast okkurt frá áskoðarunum, og tað varð eisini nógv tosað um hetta. Í dag haldi eg tó ikki, at talan er um nakran trupulleika hesum viðvíkjandi. Sum felag hoyrir HB til tey meira sigursvandu her á landi. So at siga hvørt ár verða teir roknaðir millum favorittarnar til gullmerkini, men tað skuldu kortini ganga fimm ár, áðrenn Rúni slapp at rópa seg føroyameistara. Rúni ásannar, at talan kann vera um trýst í so máta, men at trýstið var størri enn vanligt, tá tað ikki eydnaðist at vinna meistaraheitið, heldur hann tó ikki. Tað var tó eitt sindur strævið, at vit fleiri ferðir vóru so nær við. Serliga var tað í 1995, tá vit so at siga vóru føroyameistarar, tá tað restaði ein minuttur í seinasta dystinum. Vit vóru á odda 2-0 á Tvøroyri, og høvdu harvið gjørt okkara, men tá GÍ so javnaði móti KÍ, brast vónin. Vit vistu beinanvegin, hvat var hent, tí fagnaðurin á TB áskoðarunum var øgiligur. Eftir dystin lupu fleiri tvørámenn inn á vøllin og klemmaðu okkum av berari frøi, tí vit ikki gjørdust føroyameistarar. Tað var so avgjørt ikki ein serliga hugalig uppliving. Tá vit so endiliga gjørdust meistarar í '98 var tað ein stórur lætti. Eisini tí tað av álvara varð roknað við, at vit skuldu gera okkum galdandi hetta árið. Liðið var sera væl mannað, og hóast spælið kanska ikki altíð gekk so væl saman, so vóru vit øgiliga væl fyri, og kláraðu sum oftast at leggja stórt trýst á mótstøðuliðið. Ja, í roynd og veru haldi eg, at spælið hjá HB hevur verið betri í ár enn í 1998. Týdningarmikil byrjan Júst góða spælið og ikki minst úrslitini hjá HB, hava í ár tikið mong fótbóltshuga á bóli. Sum eitt undantak vóru tað fá, sum roknaðu við nøkrum skreytum frá teirra síðu í ár, og liðskiparin tykist eisini sjálvur vera eitt sindur bilsin av góðu úrslitunum. Tað týdningarmesta var, at vit fingu eina góða byrjan upp á kappingarárið. Eg var sjálvur eitt sindur skeptiskur undan árinum, tí so nógv fólk var farið í mun til í fjør. Tað sýntist tó, sum um leiðslan í felagnum roknaði við, at tað fór at bera til, og allir leikararnir vóru eisini til reiðar at gera sítt besta. Serliga var tað dysturin móti KÍ, sum var týdningarmikil. Hóast KÍ kanska hevði uppiborið betri, so megnaðu vit at standa móti trýstinum, og hetta var so avgjørt við til at lyfta sjálvsálitið hjá leikarunum. Høvdu vit hinvegin tapt teir báðar fyrstu dystirnar, hevði støðan ivaleyst verið ein heilt onnur, og vandi kundi kanska verið fyri einum sonnum skrædli. Nú gekk tað hóast alt gott, og síðani hetta hevur so at siga bert gingið framá. Hóast vit hava verið í oddinum, hevur tað eisini eydnast væl at taka ein dyst í senn, sjálvt um tað nú móti endanum illa ber til at gloyma alt um møguleikan fyri gullinum. Venjarin og teir ungu Tað skal eisini leggjast afturat, at vit hava nakrar fantastiska evnaríkar leikarar í hópinum. Skal nakar takast fram um, má tað verða Jón Rói Jacobsen, sum er ein leikari, ið kann koma heilt langt. Eisini tí hann hevur tann rætta hugburðin. Eg haldi meg tí kunna siga, at framtíðin hjá HB er í lagi. Talan er ikki um nógvar leikarar, sum fella fyri aldursmarkinum komandi árini, men hinvegin er tað sjálvsagt ein spurningur, um allir teir ungu leikararnir verða verandi í hópinum, ella um nakar fer út um landoddarnar at royna seg. At enda skal eisini nevnast, at venjarin eisini eigur rós uppiborið fyri sítt avrik. Ion (Geolgau) dugir sera væl at fáa sum mest burtur úr hvørjum einstøkum leikara. Tá tosið fellur inn á venjarar, er eisini nærliggjandi at spyrja, um tað er nakar serstakur venjari, sum Rúni heldur hevur havt størsta ávirkanina á spæl sítt, og her eru tað fleiri, sum verða tiknir upp á mál. Fyrst og fremst Egill Steintórsson, sum gav mær møguleikan í fremstu deildini av fyrstan tíð. Størsti eginleiki hansara var, at hann altíð fekk spælararnar at geva seg fult út. Eisini dámdi mær sera væl at hava Jóannes Jakobsen sum venjara, men tá talan er um fótbóltsligu uppalingina, haldi eg Ion vera tann, sum hevur havt størstan týdning fyri meg. Fyrsta árið var hann kanska dekan ov harður, og millum annað kom tað fleiri ferðir fyri, at vit vandu um morgnarnar. Við tíðini er hann tó vorðin meira fleksibul, og nú dugir hann eisini at skilja, at tað onkuntíð er soleiðis, at tað ikki ber til at koma til venjing. Samstundis dugir hann tó at halda neyðugu fjarstøðuna til leikararnar, soleiðis at okkara virðing fyri honum ikki minkar. Støðið ikki lækkað Fyri viku síðani høvdu vit eitt prát við KÍ venjaran, Tomislav Sivic. Hann vísti millum annað á, at eftir hansara fatan er støðið í føroysku kappingini lækka í ár, men HB liðskiparin er tó ikki samdur í hesum. Eg skilji ikki rættuliga, hví hann hevur ta fatan, at støðið er lækkað. Nøkur lið eru sjálvandi viknað, meðan onnur eru styrkt í mun til í fjør. KÍ var so at siga einasta oddaliðið, sum ikki tóktist vera viknað á pappírinum, men kortini eru fleiri lið, sum nú eru framman fyri teir. Millum annað vit og B36, hóast mong mettu okkum at vera viknaði nógv. Leikararnir venja eisini alsamt meira, og hóast fleiri av fremstu leikarunum fara uttanlands, so koma eisini fleiri útlendingar til, so alt í alt haldi eg ikki, at grundgevingar hansara halda. Sjálvgjørt Hóast hann í mong ár hevur verið roknaður millum fremstu leikarar okkara, so hevur Rúni bert tríggjar ferðir verið á vølli fyri landslið okkara. Eitt tal, sum nógv fótbóltsáhugað halda vera alt ov lágt. Spurdur um hann sjálvur er av somu fatan, sigur hann, at tað er hann ikki. Talið kundi kanska verið hægri, men tað havi eg so eisini sjálvur skuldina av. Eg var við í hópinum nakrar ferðir, og spældi millum annað allan dystin, tá vit vunnu 2-1 á útivølli móti Malta. Síðani gav eg tó avboð til fleiri dystir, tí eg metti meg ikki hava tíð til vera á landsliðnum. Allan Simonsen gav sær eisini stundir til at práta við meg um støðuna, og hann segði tá við meg, at eg bara skuldi siga til, tá eg aftur var tøkur til landsliðsuppgávur. Hetta eru tó eini tvey ár síðani, so nú haldi eg, at tað er ov seint at venda aftur í so máta. Eg má tó viðganga, at fekk eg tilboðið aftur í dag, hevði støðan kanska verið ein onnur, men spurningurin er kanska, um tað er realistiskt. Aldurin talar heldur ikki fyri, at eg nú aftur skal gerast aktuellur til landsliðið, so tað er ikki nakað, sum eg dagliga hugsi um. Sostatt er líkt til, at um landsliðsvenjarin ein dagin hevur tørv á einum miðvallara afturat, er hesin kanska ikki so langt burturi, sum hann áður hevur verið. Rúni tykist í øllum førum vera til reiðar at taka av møguleikanum, um hann skuldi komið enn einaferð. Skáli er aftur millum teir næstfremstu 3. deild: VB bjóðar AB av í kappingini um rættin at spæla uppflytingardystir, og í botninum er spenningur framvegis um beinleiðis niðurflytingina Steðgurin hjá skálamonnum í triði bestu deildini var stuttur hesa ferð. Í fjør endaðu teir aftast í næstbestu deildini og fluttu tískil beinleiðis niður. Eftir javnleikin á útivølli ímóti B36 í næstsíðsta umfarinum er greitt, at Skáli hevur vunnið 3. deild í ár. Skáli skal í síðsta umfarinum spæla á heimavølli ímóti TB. Tá verða gullkrónurnar og steypið handað, og so mugu vit vóna, at tvørámenn møta upp. Skáli hevur 35 stig. B36 hevur 32 stig, og teir eiga einasta liðið, sum hevur møguleika at røkka sama stigatalið sum oddaliðið hevur. Málmunurin hjá B36 er eitt sindur lakari, enn hann er hjá Skála. Men áðrenn tað verður hugt eftir málmuninum, snýr tað seg um innanhýsis dystirnar, og í tí kappingini er Skáli betri enn B36. Dysturin á Skála í sjeynda umfari endaði 1-0 til heimaliðið. Síðsta sunnudag endaði dysturin í Gundadali 1-1. Tað er ikki greitt, um B36 fer at fáa silvurkrónurnar, men tað er góður møguleiki fyri, at næstfínastu krónurnar verða handaðar, tá B36 í síðsta umfarinum fer at spæla á Argjum. AB hevur 31 stig, og treytin fyri at teir skulu fáa silvur er, at AB vinnur í síðsta umfarinum. Um AB tapir ímóti B36 er vandi fyri, at teir missa bæði heiðursmerkini og møguleikan fyri uppflyting. B71 hevur 30 stig, og um AB einki fær ímóti B36, so verður tað nóg mikið hjá B71 við javnleiki í Klaksvík fyri at koma uppum AB. Um bæði AB og B71 enda á 31 stigum, so verður B71 hægri á talvuni, tí teir hava vunnið báðar dystirnar ímóti AB. Á Argjum vunnu teir 4-2, og á heimavølli vunnu teir 3-2. Sum støðan í 2. deild sær út undan síðsta umfarinum, so verður endaspælið um eitt pláss í næstbestu deildini ímóti LÍF. Í botninum eru klaksvíkingar, sum í síðsta umfarinum eiga torføran dyst á heimavølli ímóti sandoyingum, illa sperdir. Um KÍ flytir beinleiðis niður, so hava klaksvíkingar framvegis ein møguleika at endurvinna plássið í deildini - um teir halda tað loysa seg! Leygardagin vann GÍ finaluna í 4. deild. Tað vil siga, at gøtumenn, sum fluttu niður í fjør, aftur fara at spæla í 3. deild komandi ár. GÍ vann finaluna ímóti KÍ. Tað vil siga, at KÍ hevur møguleikan at spæla um eitt pláss í 3. deild. Tað verður ímóti ÍF ella FS Vágar. Hesi bæði liðini hittast í Fuglafirði í síðsta umfarinum. FS Vágar-B71 Sambært skipanini skuldi dysturin havt verið í Vágum. Men vágamenn fingu ikki manna lið, tá teir 4. juni skuldu havt spælt á Sandi. B71 vann tann dystin við málmuninum 0-0. Reglarnir siga, at um eitt lið ikki møtir á útivølli, so skulu teir spæla heimadystin á útivølli. Tí vóru vágamenn á Sandi leygardagin. Fyrra umfarið var rættuliga málríkt. B71 fekk fimm mál. Rúni Mohr stútaði tvey eftir horna, Ib Mohr Olsen skoraði við langskoti, og Kári Sørensen og Eirikur Poulsen vóru leysir í brotsteiginum. Allan Nielsen minkaði um munin til 3-1, tá hann var leysur í brotsteiginum, og Jóhan Nielsen pyntaði um, tá hann í 2. hálvleiki var leysur í brotsteiginum og skoraði einasta málið í seinna umfarinum. Eingin ivi var um - hvørki í 1. ella 2. hálvleiki - at B71 hevði eitt væl betri lið enn FS Vágar. B68-AB Næstbesta liðið hjá B68 hevur havt vánaligasta kappingarárið í heilt drúgva tíð. Men tá teir vóru hóttir av niðurflyting, tóku teir seg saman. AB var rudduliga sett upp á pláss, og av Toftum siga teir, at AB verjan tóktist teimum at vera ótrygg og neyvan nóg góð til 2. deildar fótbólt. Miðvallarin Olaf Højgaard er ein fínur spælari, sum hevði verið í 1. deild, um hann ikki var sjómaður. Hann venur nógv, tá hann er heima, og tað var klassi yvir málinum, sum hann gjørdi. Eftir at hava sneitt tveir av, spældi hann eitt tvey við Mannbjørn Nesá, sneiddi Gunnleif Rasmussen í AB málinum av sær og trillaði bóltin í málið. Øssur Jacobsen hevði loyvi at spæla í 3. deild, tí hann var leikbannaður, tá besta B68 liðið var í Runavík, og tí hann ikki kom inn í 1. deildardystinum ímóti HB. Øssur sneiddi fleiri av sær í vinstru, áðrenn hann skoraði við fløtum skoti. Aksel Højgaard legði B68 framum bæði 3-0 og 4-0, áðrenn AB slapp at svara aftur. Í fyrra førinum var tað eftir góða sending frá Kristiani Poulsen, sum var komin innum verjuna í høgru, og í seinna førinum var talan um kalt einmansavrik. Í fyrstu atløgu drálaði Aksel, men tá fleiri verjuspælarar vóru komnir afturum aftur, sendi veteranurin framvið teimum. AB hevði ikki nógvar royndir ímóti málinum hjá Jóhan Dávuri Højgaard. Í staðin fyri at beina bóltinum út til horna, royndi ein B68 maður í málteiginum at høla bóltin aftur í spæl, og tað takkaði Svend Poulsen fyri. Seinna AB málið skoraði innskifti Sigurd Justinussen. B36-Skáli Toppdysturin var tættur, og hann var undirhaldandi. Av og á var spælið hampuliga gott, og í báðum endum vóru málmøguleikarnir nógvir. Hetta komst ikki minst av, at verjuparturin ikki var tikin í so ógvuliga stórum álvara. Málverjarnir báðir høvdu nógv at gera, og bæði Leivur Justinussen í Skála málinum og Kaj Niclasen í B36 málinum høvdu nógvar bjargingar. Tummas Eli Hansen var í B36 álopinum. Ivaleyst hevði verjan verið tættari, um fyrrverandi landsliðsmiðverjin hevði verið longri afturi á vøllinum. Bæði málini vórðu skorað í løtuni kring stegðin. Skáli kom á odda tveir minuttir fyri hálvleik. Bogi Gregersen varð skrásettur sum málskjútti. Í fjør skoraði hann nógv mál, men í ár er samlaða talið ikki stórt. Tað kemst av, at Bogi hevur verið nógv skaddur og tískil ikki hevur spælt serliga nógv. B36 javnaði tríggjar minuttir eftir steðgin. Málskjútti var Allan Manai, sum saman við Hans Hansen var drívmegin á miðvøllinum. Hjá Skála var tað merkisvert, at Alexander Johansen og Pauli Hansen vóru við aftur. Hin fyrri hevur ikki spælt nakað serligt í ár. Fyrst var hann upptikin av hondbóltinum, og síðani hevur hann verið skaddur. Pauli Hansen spælir eisini hondbólt. Hann hevur verið plágaður, at økslin fleiri ferðir er farin úr lið. TB-KÍ Hjá klaksvíkingum longdi tað lívið í deildini, at teir leygardagin fingu øll stigini á Sevmýri. KÍ var leingi oman á, og ábendingar vóru um stórsigur. Eftir kiksað málverjuútspark setti Roy Baldvin hol á, hjálparvenjarin í 1. deild, Bill Jacobsen, økti, tá hann stútaði frísparksinnlegg frá Ólavi Kjølbro í málið, og hjálparvenjarin átti stóran lut í 3-0 málinum, sum Óli Joensen tíðliga í øðrum hálvleiki varð skrásettur fyri. Bill Jacobsen var leysur, tá hann bresti saman við málverjan og noyddist av vøllinum. Bólturin stakk til Óla Joensen, sum trillaði hann í málið. Í 2. hálvleiki hevði TB nógvar møguleikar. Í 20 minuttir fingu teir trý mál, og alt bendi á, at teir fóru at vinna, men kortini endaðu øll stigini í Klaksvík. Tvey av TB málunum skoraði Magni Petersen, sum í útgangsstøðuni var í álopinum, men var farin aftur á miðvøllin, tá hann skoraði málini. Tað var týðuligt, at Magni Hentze framvegis var darvaður av skaðanum, sum hann hevur í alboganum. TB trýsti síðstu løtuna nógv fyri at fáa sigursmálið, men so gekk tað, sum tað so ofta gongur í fótbólti. Kroysta liðið fór í skjótt mótálop, og tað eydnaðist Allani Poulsen at skora sigursmálið. Tá vóru tríggir minuttir eftir, og so helt KÍ tætt. Síðsta umfarið fer at vísa, um tað var nóg mikið til at KÍ eisini komandi ár fer at luttaka í 3. deild. ÍF-VB Jákup Baldvinsson var høvuðsleikari, tá ÍF tók eitt stórt stig fyri at bjarga sínum liði undan niðurflyting. Hann skoraði øll trý málini í 3-0 sigrinum, sum var væl uppiborin. Í 1. hálvleiki skoraði hann eina ferð. John Thomsen sendi stikkbólt í vinstru, og Jákup Baldvinsson sendi í netið aftanfyri Finnboga Olsen. Í 2. hálvleiki legði Sigfríður Abrahamsen tvær ferðir upp til mál, sum Jákup Baldvinsson skoraði. Í fyrra førinum var talan um flatan bólt, sum málskjúttin sendi flatt í handara síðunetið, og í tí seinna førinum var talan um høgan bólt upp um verjuna. Jákup Baldvinsson snittaði upp um málverjan og hevði harvið gjørt hattrikk. ÍF hevði trygga verju, men spælið var ikki serliga sannførandi. Heimaliðið hevði onkran stóran málmøguleika, sum teir misnýttu. VB var ikki serliga vandamikið. Teir høvdu onkur hornaspørk, men einki kom burturúr. Úrslit 17. umfar FS Vágar-B71 2-5 (1-5) Dysturin varð spældur á Sandi 0-1: Kári Sørensen 3. 0-2: Ib Mohr Olsen 6. 0-3: Rúni Mohr 20. 1-3: Allan Nielsen 26. 1-4: Rúni Mohr 34. 1-5: Eirikur Poulsen 42. 2-5: Jóhan Nielsen 57. B68-AB 4-2 (3-0) 1-0: Olaf Højgaard 25. 2-0: Øssur Jacobsen 34. 3-0: Aksel Højgaard 36. 4-0: Aksel Højgaard 58. 4-1: Svend Poulsen 66. 4-2: Sigurd Justinussen 80. B36-Skáli 1-1 (0-1) 0-1: Bogi Gregersen 43. 1-1: Allan Manai 48. TB-KÍ 3-4 (0-2) 0-1: Roy Baldvin 17. 0-2: Bill Jacobsen 24. 0-3: Óli Joensen 50. 1-3: Magni Petersen 54. 2-3: Hallur Christiansen 66. 3-3: Magni Petersen 75. 3-4: Allan Poulsen 87. ÍF-VB 3-0 (1-0) 1-0: Jákup Baldvinsson 17. 2-0: Jákup Baldvinsson 51. 3-0: Jákup Baldvinsson 53. 18. umfar 24. september ÍF-FS Vágar VB-B68 AB-B36 Skáli-TB KÍ-B71 Máltindurin Svend Poulsen AB 22 Aksel Højgaard B68 15 Kristoffur Vidtfeldt B71 15 Petur Niclasen FS Vágar 14 Pauli Hansen Skála 12 Signar Johannesen AB 11 Magnus Simonsen FS Vágar 11 Egill Steintórsson VB 10 Oddbjørn Joensen AB 9 Jákup Baldvinsson ÍF 9 Per Joensen VB 9 Regin Arge B36 8 Kaysten Rasmussen Skála 8 Hallur Christiansen TB 8 Kaj Roest TB 8 Hans Christian Djurhuus Skála 7 Marius Joensen Skála 7 Jákup Olsen B68 6 Páll á Reynatúgvu B71 6 Jógvan Arnfinn Jacobsen ÍF 6 Ken Bærendsen ÍF 6 Kári í Lágabø VB 6 Tumas Eli Hansen B36 5 Eirikur Poulsen B71 5 Aksel Johannesen KÍ 5 Eyðun Svalbard TB 5 Jóhannes Johannesen TB 5 Viðmerking Í viðmerking frá aðalskrivaranum frá Fótbóltssambandi Føroya í Sosialinum týsdagin, komu einstøk viðurskifti fram, sum eftir okkara tykki eiga eina rættleiðing uppiborna. Hendingarnar kunnu samanskrivast nakað soleiðis: Tann 28. juli í ár sendi GÍ inn eina umbøn um, at kunna nýta einstakan leikara, sum er avtaluleikari uttanlanda og er føroyingur. Saman við hesi umbøn fylgdi ein skrivlig váttan - bæði frá leikaranum og frá felagnum, sum viðkomandi er sáttmálabundin við. Hetta var í tráð við tað, sum stendur í ásetingunum hjá FSF §17, stk. 2, og fyrsta afturmeldingin frá FSF var tá eisini, at ásetingarnar vóru fylgdar. Nakað seinni byrjaði meldingarnar frá FSF at broytast nakað, og fyri umleið tveimum vikum síðani fekk GÍ eitt bræv frá FSF, har tað bleiv staðfest, at vit bert kundu fáa loyvi at gera nýtslu av viðkomandi leikara, um leikloyvið varð flutt umleið tvær vikur eftir 28. juli! Leggið merki til, at fingu brævið fyrst í september - tvs. umleið góðan mánað eftir 28. juli. Tá var heldur torført at halda ásetingina um tvær vikur, sum annars ikki er niðurfeld nakra staðni. Tað er eisini rætt, at vit, eftir at hava fingið brævið frá FSF, høvdu møguleika at kæra avgerðina til Dómsnevndina, men meldingarnar frá aðalskrivaranum hjá FSF hava verið, at juridiska ekspertisan í dómsnevndini, sum samstundis er juridiska ekspertisan hjá FSF, hava luttikið í niðurstøðum FSF's, so ilt er at ímynda sær nakra aðra niðurstøðu enn hana, sum FSF og aðalskrivarin eru komin til. Vit vilja tí fegin átala, at FSF tekur avgerðir, sum ikki beinleiðis standa í lógum felagsins - t.v.s. lógum, sum øll feløginin dagliga kunnu halda seg til. At FSF ger niðurstøður, sum vit ongan møguleika hava at fylgja - t.v.s. at ynski um at eitt leikloyvi skal flytast fleiri vikur undan, at vit hava fingið kunnleika um hetta. Og at enda at juridiska ekspertisan hjá FSF samstundis er dómsnevnd felagsins. við ítróttakvøðu Gøtu Ítróttarfelag Nevndin Runt Agnið 2000 Árliga rennikappingin, Runt Agnið, fór fram í Eysturoynni um vikuskiftið Líkindini at renna vóru ikki av teimum bestu, tá Roysnið seinasta leygardag skipaði fyri árligu rennikappingini Runt Agnið. Teir 18 rennarar løgdu til brots í regni og vindi. Men hetta veðurlagið er vorðin ein náttúrligur partur av kappingini Runt Agnið. Byrjað varð við skúlan á Toftum. Runnið varð úteftir gjøgnum Tofta bygd, niðan Heygarnar, út á Nes og niðan á Agnið. Runnið varð so oman móti Runavíkini, út gjøgnum Saltnes og á mál á Tofta kei. Hjá monnunum løgdu Sølvi R. Hansen og Guttorm Sørensen harðast út, meðan Cecil Weihe legði seg á triðja plássið. Guttorm og Sølvi fylgdust, til okkurt um 1 km var eftir, tá fór Guttorm frá Sølva og gjørdist sostatt vinnari av kappingini. Sølvi gjørdist nr. tvey, meðan Cecil gjørdist nr. trý. Rigmor for solo Hjá kvinnunum vóru einans tríggir luttakarar. Rigmor N. Joensen legði seg á odda beinanvegin og helt leiðsluna heilt á mál. Nummar tvey og trý gjørdust ávikavist Brindis Weihe og Inga Hansen. Guttorm og Rigmor á odda Kappingin var samstundis triðja og næstseinasta umfar av Daewoo Marathon Cup, har luttakarnir í fýra umførum tilsamans renna eitt heilt marathon. Hjá kvinnum er Rigmor N. Joensen trygt á odda frammanfyri Brindis Weihe. Í teimum fyrstu trimum kappingunum, ið eru tilsamans 36,595 km til longdar, hava tær nýtt ávikavist 2.28,05 tímar og 3.27,52 tímar. Undan kappingini leygardagin var størri spenningur hjá monnum. Guttorm Sørensen var bert 9 sek. frammanfyri Signar Røsvik samanlagt. Signar luttók ikki í kappingini Runt Agnið, so nú er Guttorm trygt á odda við tíðini 2.10,35 tímar fyri 36,595 km., meðan Cecil Weihe er nummar tvey við tíðini 2.18,30 tímar. Honum á baki kemur Sølvi R. Hansen, ið hevur nýtt 2.20,11 tímar at renna teir 36,595 kilometrarnar. Seinasta umfar av Daewoo Marathon Cup verður tann 21. oktober, tá 5,6 km verða runnir í Kambsdali. Úrslit, Runt Agnið Kvinnur 1. Rigmor N. Joensen, Bragdið, 42,55 min 2. Brindis Weihe, Bragdið, 57,08 min Menn 1. Guttorm Sørensen, Treysti, 37,36 min 2. Sølvi R. Hansen, Roysnið, 37,53 min 3. Cecil Weihe, Bragdið, 39,05 min Føroyska oljuútbjóðingin væleydnað Verða gassfund gjørd á føroyskum øki nær markið, so er ikki óhugsandi, at hesi kunnu verða knýtt í komandi gassrørleiðingina, sum BP hevur avgjørt at leggja frá feltunum Foinaven og Schiehallion og til lands stendur m.a. í frágreiðing frá eini bretskari ráðgevandi fyritøku í oljuvinnuni, har tað eisini verður sagt, at føroyska útbjóðingin hevur verið sera væleydnað. Bretska ráðgevandi fyritøkan í oljuvinnuni, Wood Mackenzie hevur júst gjørt eina frágreiðing um 1. føroysku útbjóðingina. Tað var annars henda fyritøkan, sum Oljufyrisitingin brúkti sum ein av ráðgevunum, tá fyrieikingarnar vórðu gjørdar til 1. útbjóðing. Í frágreiðingini er sett upp, hvat tey ymsu feløgini hava fingið tilluttað og gjørd er talva, sum vísir, hvørji feløg hava fingið mest osfr. Víst verður á, at sera stórur áhugi hevur verið fyri tí sokallaða "Gullhorninum", og hetta hevur gjørt, at eingin hevur fingið júst tað hann hevur biðið um. Tí eru eisini nógv loyvi givin í hesum lutvíst lítla økinum, ið eru jarðfrøðilig løg, sum eru lík teimum við Foinaven og Schiehallion keldurnar. Umleið 70% av tí økinum, sum er boðið út, eru ikki við í tillutaðu loyvunum. Men verða fund gjørd í tí mest áhugaverda økinum, so kann lættliga henda, at áhugin fyri økjunum bæði norðan og eystanfyri "Gullhornið" fara at vekja áhuga, sjálvt um basalt er at finna her. Frágreiðingin nevnir eisini møguleikan fyri at gera gassfund í økjunum við tjúkkum basalti og vísir í hesum sambandi á tey gassfund, sum eru gjørd á bretskum øki. Frágreiðingin vísir eisini á møguleikan fyri, at Conival-fundið, sum varð gjørt á bretskum øki (men sum enn einki ítøkiligt er frætt um, blaðm.) kann ganga inn á føroyska lisensøkið niðri í "Gullhorninum". Í niðurstøðuni síni sigur fyritøkan, at nógv bendir á, at 1. føroyska útbjóðingin er sera væleydnað. Fleiri feløg søktu um lisens enn talið av feløgum, sum fingu tillutað loyvi, og eingin umsøkjari fekk júst alt tað, hann søkti um. Kappingin um teir "heitu" teigarnar endaði við, at nøkur av feløgunum fingu als einki av tí, sum tey søktu um. Haraftrat kemur, at loyvi eru eisini givið uttan fyri "heitu" teigarnar, hóast man veit lítið um møguleikan at finna kolvetni her og hóast har eru tjúkkar basaltfláir, sum seta stór tøkniliga krøv. Eisini verður víst á, at feløgini hava bundið seg til at bora 8 brunnar, sum er meira enn ein brunnur uppá loyvið. Wood Mackenzie sigur at enda í niðurstøðu síni, at verða oljufund gjørd í føroyskum øki er møguleiki fyri, at hesi kunnu verða bundin í framleiðsluútbúnaðin (flótandi framleiðsluskip) á Foinaven og Schiehallion keldunum á bretskum øki. Og verða fundini rættiliga stór er sannlíkt, at framleiðsluloysnir kunnu verða settar upp á staðnum. Víst verður eisini á møguleikan, nú BP hevur gjørt av at leggja gasrørleiðing frá Foinaven og Schiehallion til lands, at møgulig gassfelt á føroyskum øki tætt uppat markinum, kunnu knýtast í komandi BP rørleiðingina. Í frágreiðingini verður annars upplýst, at bretar hava gjørt av at útseta teirra 19. útbjóðing vestan fyri Hetland tvs. m.a. hinumegin føroyska markið, til í ár 2002. Hetta kemur helst sera óvart á bretskan oljuídnað, sum hevði vónir um, at útbjóðing fór at vera seinni í ár. Útbjóðing er longu vorðin útsett í eina tíð. Orsøkin er tann, at bretskir myndugleikar mugu til at tillaga umhvørvisreglurnar til eitt ES-direktiv. Hinvegin hava stóru oljufeløgini BP og Shell nýliga avdúka stórar íløguætlanir fyri bæði Atlantsmótið og Norðsjógvin, nakað, sum kemur sera væl við hjá bretska oljuídnaðinum. M.a. verður nú av álvara farið undir at byrja framleiðslu frá risastóra oljufeltinum Clair vestan fyri Hetland. Tað fer so óbeinleiðis eisini at fáa týdning fyri leiting við Føroyar. Meiri virksemi í økinum nærhendis kann vera við til at menna samlaða infrastrukturin og íløguhugin í øllum økinum, sum so aftur kann gagna leiting og framleiðslu hjá okkum. Talvurnar niðan fyri eru frá seinastu frágreiðingini hjá Wood Mackenzie. Net Acreage Positions in 'Hot' Licences 001-004 Ranking Company Percentage of Total Acreage Acreage/km2 1 BP 23% 284.0 2 Agip 16% 199.0 3 Statoil 14% 171.5 4 Phillips 12% 147.0 5 Amerada Hess 9% 105.7 6 BG 8% 98.3 7 Enterprise 8% 98.0 8 Veba 6% 73.5 9 DONG 3% 41.8 10 Føroya Kolvetni 1% 15.0 11 Atlantic Petroleum 0.02% 0.2 Total 100% 1,234.0 In terms of the total acreage awarded, Anadarko has gained by far the most net acreage (a total of 15 blocks to the north and north west of the acreage on offer) followed by Agip and Statoil. Net Acreage Positions in all Licences Ranking Company Percentage of Total Acreage Acreage/km2 1 Anadarko 37% 1568.5 2 Agip 15% 650.1 3 Statoil 12% 523.0 4 Phillips 10% 402.6 5 Enterprise 7% 289.7 6 BP 7% 284.0 7 Veba 5% 201.3 8 Amerada Hess 3% 105.7 9 BG 2% 98.3 10 Føroya Kolvetni 1% 48.9 11 DONG 1% 41.8 12 Atlantic Petroleum 0.01% 0.2 Total 100% 4,214.0 Veðrið Eitt djúpt lágtrýst, 977 hPa. sunnafyri Ísland fer í útnyrðing og grynnist. Eitt annað lágtrýst í útsynning úr Írlandi fer í landnyrðing norðan. Eitt lágtrýst millum Íslands og Føroya fer norðureftir, meðan eitt annað lágtrýst í útsynning úr Írlandi kemur móti Føroyum. Veðrið í dag: Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi og ælingur fyrrapartin, annars sólglottar. Hitin millum 12 og 15 stig. Veðrið leygardagin: Fyrrapartin gul av eystri og yvirhøvur turt og sólglottar, men seinnpartin veksur hann vindin av landsynningi og regn. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið sunnudagin: Sum frálíður veksur hann vindin av eystri og landsynningi og regn meginpartin av degnum. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Gul til stívt andøvsgul av eystri, seinni lækkar hann niður í sunnan og minkar vindin. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 8 og 12 stig. Í gjár: Eitt djúpt lágtrýst, 977 hPa. sunnafyri Ísland fer í útnyrðing og grynnist. Eitt annað lágtrýst í útsynning úr Írlandi fer í landnyrðing norðan. Í dag: Eitt lágtrýst millum Íslands og Føroya fer norðureftir, meðan eitt annað lágtrýst í útsynning úr Írlandi kemur móti Føroyum. Birita Mohr f. 22. september 1989 - d. 6. mai 2000 Tað var ein keðiligur dagur tá vit frættu at Birita, okkara góða vinkona, var deyð, tað hugsaðu vit ikki um, tá hon fór úr skúlanum sjúk. Tað er so ringt at skriva um okkara góðu vinkonu Biritu, vit minnast nógvar góðar túrar vit hava verið saman við tær og tær nógvu løturnar tá vit hava sovið saman og svomi í deyvahyli, ikki at gloyma teir dagarnar, vit hava sovið í telti saman við tær og tá vit vóru í Vík og Skúgvi og suðri, Selatræ og Hvalvík. Í dag hevði tað verið ein serligur dagur, tí tú hevði haft tín 11 ára føðingardag í dag. Saknurin er stórur, minnini goyma vit í hjørtunum, og tú verður ongantíð gloymd. Góðu Leivur, Anna Rúna, Durita, Rani, Hildigarð, Sigrið, ommir og abbar, tit hava mist tykkara elskaðu Biritu. Jesus pápi hjálpi okkum í hesi sváru tíð. Við hesum fáu orðum, vilja vit lýsa frið yvir minnið um vinkonu okkara Biritu. Turið og Sóley Minningarorð um Biritu Mohr fødd 22/9-89 deyð 6/5-2000 Góða Birita Tað er so ógvuliga svárt at seta seg niður at skriva minningarorð um teg, tú, sum eigur at vera ímillum okkum. Hevði tú verið á lívi í dag, so hevði dagurin í dag 22. septembur verið tín føðingardagur, og tú hevði ivaleyst hildið føðingardagin fyri øllum tínum floksfeløgum. Men í ár mugu vit so halda tín føðingardag uttan teg, og hetta verður ógvuliga tungt. Tú vart bert trý ár, tá ið eg kom at kenna teg. Mamma tín var deyð, og tað var pápi mín eisini, so at pápi tín og mamma mín funnu saman. `I byrjanini var alt ikki so gott, tí at ein so stór broyting í lívinum er ikki so nemm at takla, men tá ið ein tíð var farin, bleiv alt gott, og vit funnu væl útav tí. Tá ið vit fingu eina lítla systir, vóru vit ógvuliga glað, og so hildu vit, at nú fór alt at vera gott, men so var ikki. Altíð hevði tú okkurt at takast við Birita, og tú strálaði sum ein sól hvønn dag. Har sum tú vart, vóru allar vinkonurnar, hetta kom av, at tú altíð vart blíð, og visti altíð okkurt at gera. Skótalívið dámdi tær væl, og tú vart ein sera íðin skóti. Um summarið, tá ið sólin skein, fóru vit niðan við ánni og niðan í ein hyl, sum har lá, og tað vardi ikki leingi, fyrrenn tú vart útií og svam. Tú Birita, sum av øllum skuldi doyggja, er slett ikki til at fata, og tað klári eg heldur ikki at fata tann dag í dag. Tú fekk influensu, men hvat var tað at vera bangin fyri ? Tað er jú so vanligt at fáa influensu, so at vit gjørdust ikki bangin, tá ið tú bleivst sjúk. Tú bleivst løgd inn á sjúkrahúsið, tá ið tú bleivst sjúkari, og har doyði tú so ein dag aftaná. Tú hevði fingið virus í hjartað. Hetta var rættuliga óvanligt, og læknarnir kundu einki gera við tað. Tá ið boðini komu um, at tú ikki longur vart ímillum okkum, fekk eg sjokk, og fekk næstan ikki staðið á mínum egnu beinum fyri sorg. Hetta var ringasti dagur í lívi mínum. Hvør hevði væntað tað, at tú kundi doyggja, tú sum altíð vart full av lívi og sum næstan aldrin var sjúk. Pínan, eftir at tú ikki ert ímillum okkum meira, er størri enn nøkur pína kann vera. Eg spyrji næstan hvønn dag, hvussu tað ber til, at akkurát tú skuldi fara frá okkum, men sjálvandi fáa vit ikki svar uppá henda spurning. Tú hevur altíð verið ein góð systir, sum eg elskaði sera høgt, og mær leingist ógvuliga illa eftir tær. Tað gongur ikki ein dagur her í húsinum hjá okkum, har ið vit ikki hugsa um teg, Birita. Tú ert í huga og hjørtum okkara bæði dag og kvøld, og tað fert tú eisini altíð at vera. Sjálvt um tað virkar sum stutt tíð, síðan tú fórt frá okkum, eru tað heilir 4 mánaðir síðan, og tað er slett ikki til at fata. Fólk halda kanska, at vit næstan eru komin yvir teg Birita, men har fara tey skeiv. Fyri hvønn dag sum gongur, leingist mær meira og meira eftir tær, og sorgin veksur alsamt. Men ein dag so fara vit at hyggja aftureftir við sorgblídni. Eisini skal eg heilsa frá systir tíni Duritu, sum eisini saknar teg ræðuliga nógv, og sum ongantíð fer at gloyma teg. Heilsan systir tín Hildigarð Grundlógarnevnd í leysum lofti At koma í sosiala neyð man vera eitt tað ringasta, einum menniskja kann vera fyri. Kortini er sosial neyð ein veruleiki í dag, sum ikki slepst undan. Síðstu tíðina hava vit hoyrt um heimleys, ið ongastaðni hava at fara. Umstøðurnar at røkja tey, ið sálarliga eru illa fyri, eru heldur ikki nóg góðar. Og hvør tekur um endan, tá okkara gomlu hava røkt og hjálp fyri neyðini? Øll bera seg undan, og eingin vil taka ábyrgd av, at onnur hava tað ringt. Jú, víst siga øll seg hava viljan at hjálpa, men verri er vorðið, tá okkurt skal henda. Størsti trupulleikin er, at øll tey mongu, ið vilja hjálpa, ikki sleppa at hjálpa. Hóast viljin er til staðar, er einki at gera. Sum støðan er, liggur øll sosial ábyrgd og allur sosialur avgerðarrættur hjá landsstýrinum, tað vil siga hjá landsstýrismanninum við almanna- og heilsumálum. Hetta má broytast og tað ongantíð ov skjótt, tí fólk við tørvi á hjálp, fáa hana ikki. So leingi kommunurnar verða settar á síðulinjuna, verður hetta støðan. Serliga í høvuðsstaðnum kennist sosiala neyðin sum eitt øki, har stórur tørvur er at gera nakað. Men tað ber ikki til, so leingi sosiala ábyrgdin ikki eisini liggur hjá Tórshavnar kommunu. Nú er nóg mikið tosað og tosað uttanum: Ræðið á sosialu ábyrgdini skal leggjast út til kommunurnar, tí annars er eingin loysn á alsamt vaksandi sosialu neyðini í eygsjón! Kommunalur vilji er góður, men so leingi hann er bundin av landsstýrinum, er eingin bati. Og bata skulu vit eisini síggja á hesum øki, við ella uttan hjálp frá landsmyndugleikunum. Hesum vil eg arbeiða fyri! Heðin Mortensen valevni fyri Sambandsflokkin til Tórshavnar Býráð Samráðast um sáttmála fyri nýggja vaktarskipið Tað fara ongir yvirmenn umborð á nýggja vaktarskipið, sum nú verður gjørt liðugt í Noregi, fyrrenn sáttmáli er gjørdur. Og enn eru partarnir ongan veg komnir Ósemja um nýggjan sáttmála kann føra við sær, at nýggja vaktarskipið, sum nú verður bygt í Noregi, ikki kemur til Føroya so skjótt sum ætlað. Tað er skipara-og navigatørfelagið, sum vil hava ein nýggjan sáttmála fyri limir sínar, sum skulu við skipinum. Formaðurin í felagnum, EllinturAbrahamsen, sigur, at verður ikki nýggjur sáttmáli gjørdur, verður skipið heldur ikki loyst frá kei í Noregi, tí sjólógin krevur sáttmála, fyri at tað skal kunna sigla. Og tað er onki løgið í, at skipara-og navigatørfelagið vil hava nýggjan sáttmála um manningina, sum skal sigla við tí nýggja skipinum. Tí tað stendur í sáttmálanum, sum er í gildið, at tá ið nýggj skip koma, skal samráðast um lønarviðurskiftini av nýggjum, sigur Ellintur Abrahamsen. Enn røkist onki fyri, at sáttmáli verður gjørdur. Og nú fer tíðin so smátt at ganga undan, tí nýggja vaktarskipið skal latast landsstýrinum í komandi mánaða. Eftir ætlan skuldi tað latast landsstýrinum fyrst í komandi mánaða, men tað er eitt sindur seinkað, og nú verður tað ikki latið fyrrenn seinni í oktober. Eitt nú hevur verkfall í Noregi ført seinkingar við sær. Enn hava ongar samráðingar verið ímillum Skipara- og navigatørfelagið og lønardeildina hjá landsstýrinum. Men Ellintur Abrahamsen sigur, at mikudagin var ein kunnandi fundur, har sjónarmið vórðu løgd fram.Ætlanin var so, at samráðingar skuldu vera aftur seinni í hesi vikuni Lønin í kjallaranum Ellintur Abrahamsen vil ikki úgreina, hvørji lønarkrøvini, men tað skilst kortini, at tað er ikki frítt. Lønin hjá okkum er í kjallaranum, tí hon er alt ov lág.Vit fáa at kalla tað sama í skattskyldugari løn, sum tey, ið sigla við líknandi skipum í londunum rundanum okkum hava eftir í løn, tá ið skatturin er goldin, sigur hann. Tí er tað stórur munur á lønarkrøvunum til tann nýggja sáttmálanum enn lønin er eftir sáttmálanum, sum er í gildið. Hann vísir eisini á, at teir, sum sigla við teimum almennu skipunum, Vaktar- og bjargingartænastuni, Strandferðsluni og Magnus Heinason, eru tey einastu sjófólkini, sum ongan skattafyrimun hava. Øll onnur sjófólk hava skattafrádráttir, sum vit ikki fáa. Hann vísir eisini á, at tað er stórur munur á lønini hjá teimum, sum sigla við Strandferðsluni og teimum, sum sigla við Vaktartænastuni. Vit hava eina betri fasta løn, enn teir fáa, men tilsamans er okkara løn nógv lægri. Ellintur Abrahamsen leggur dent á, at við hesum hevur hann ikki sagt, at teir hjá Strandferðsluni fáa ov nógva løn, tí teir fáa eisini nógv minni løn enn teir fáa, sum sigla við ferðamannaskipum í grannalondum okkara Tað er okkara løn, sum er alt ov lág, og tað tað eigur at verða betri samsvar í, heldur hann. Hann leggur afturat, at krøvini um broytingar í lønini eru so mikið, at tað er neyðugt, at lønardeildin má eisini fáa undirtøku frá politiska myndugleikanum. Brúkarin verður tann stóri taparin Verður SEV gjørt til partafelag, fer alt el-kervið í lepar, ella má prísurin á streymi hækkast munandi, sigur formaðurin í umboðsnevndini hjá SEV Hevði SEV verið eitt partafelag, hevði brúkarin undir øllum umstøðum verið tann stóri taparin. Tað er Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsnevndini hjá SEV, púra sannførdur um. Hann sigur, at tað stutta av tí langa, at hevði SEV verið eitt partafelag, hevði tað verið neyðugt at hækka prísin á streymi heilt munandi, um elveitingin skuldi verðið varðveitt á tí støði, hon er á nú, ella helst blivið enn tryggari. Og tað hevði komið bæði privatum húsarhaldum, og ikki minst vinnulivinum, illa við, tí flestøll halda, at prísurin á streymi er longu ivaleysa høgur sum er. Men mest sannlíkt heldur hann, tað hevði verið, at varð SEV partafelag, høvdu allar útbyggingar blivið steðgaðar, ella í øllum førum høvdu tær verið toygdar nógv longri, enn SEV nú ætlar. Samstundis hevði viðlíkahaldið blivið munandi skert. Í øllum førum hevði brúkarin blivið tann stóri taparin. Stórar eykaútreiðslur Hans Tausen Olsen sigur, at orsøkin til hesar metingar er, at varð SEV eitt partafelag, hevði tað fingið stórar eykaútreiðslur at drigist við, sum tað ikki hevur nú. Eitt nú hevði tað verið noytt at goldið partafelagsskatt. Men skal SEV gerast eitt partafelag, má onkur keypa partbrøvini. Og tað ger ongin, uttan at partabrøvini geva avkast. Tí fara partaeigararnir sjálvsagt at krevja vinningsbýtið av sínum partabrøvum. Formaðurin í umboðsnevndini sigur, at einasti máti at fáa ráð til hesar eykaútreiðslur, er at steðga við útbyggingum og at minka um viðlíkahaldið, ella at seta streymin munandi upp. Hann sigur, at royndir aðrastaðni vísa, at har streymveitingin er á privatum hondum, verður hildið aftur við útbyggingum og viðlíkahaldið verður minkað munandi. Sostatt forfellur øll elveitingin, og nógva staðni hongur hon í lepum fyri at kunna halda prísin á streymi niðri á einum góðtakiligum støði. Hans Tausen Olsen sigur, at slíkt ber til aðrastaðni, tí har hava tey altíð fleiri møguleikar at fáa streym frá, tí har eru fleiri streymveitarar. Um t.d. hvørt einasta elverk í Danmark gekk fyri, hevði ongin vandi verið á ferð, tí so hevði altíð borið til at fingið streym úr onkrum av grannalondunum. Tann møguleikan hava vit ikki í Føroyum. Tí er okkara einasti møguleiki at varðveita eina trygga streymveiting, og at hækka støðið enn meiri, at byggja út og at gera nógv burturúr viðlíkahaldinum. Hans Tausen Olsen sigur, at heilt leyðsliga mett, skal SEV gera íløgur fyri einar 500 milliónir tey næstu 10 árini fyri at tryggja øllum landinum eina álítandi streymveiting. Tað er ein íløga, um als ikki kemur uppá tal, um SEV verður eitt partafelag. Hann sigur, at SEV er ein frálík loysn fyri alt samfelagið, soleiðis sum tað er nú er skipað. Tað er ein solidarisk skipan, har SEV hevur skyldu at veita øllum landinum streym fyri sama prís. Tað er stóra styrkin hjá SEV, at tað hevur skyldu at veita øllum landinum streym fyri sama prís. Tað hava vit onga trygd fyri, blívur verandi so, um SEV verður eitt partafelag. - Tí hvat hendir um onkur keypur streymveitingina til miðstaðarøkið partafelagnum? Tað fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri útjaðaran í Føroyum, tí so noyðast fólk har at betala munandi meiri fyri streymin, sigur Hans Tausen Olsen. Hann veit heldur ikki, hvat endamálið hjá kommunum skal vera við at gera SEV til partafelag, tí tað er eitt sera væl rikið felag sum er og tað kann neyvan gerast bíligari. Ólógligt at gera SEV til partafelag Umboðsnevndini er evsta vald í SEV og tí kunnu kommunurnar onki gera av sínum eintingum, sigur Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsnevndini, Kommunurnar kunnu ikki av sínum eintingum gera SEV til eitt partafelag. Tað hevði rætt og slætt verið ólógligt. Tað sigur formaðurin í umboðsnevndini hjá SEV, Hans Tausen Olsen. Hann sigur, at reglugerðin hjá SEV heilt einfalt forðar fyri, at kommunurnar fáa blandað seg uppí viðurskiftini hjá SEV. Tað eru ikki kommunurnar, sum stýra SEV. Tað er ein umboðsnevnd, sum kommunurnar velja, sum stýra SEV. Og í SEV er tað hendan umboðsnevndin, sum hevur evsta myndugleikan og tað fáa kommunurnar onki gjørt við, sigur hann. Hann sigur, at SEV er eitt lutafelag, og skal SEV umskipast, er tað ein sera trupul mannagongd. Hann vísir m.a. til grein 11 og grein 14 í lógunum fyri SEV. Í Grein 11 stendur, at skal Lutafelagið SEV takast av, skulu 2/3 av umboðsmevndini atkvøða fyri tí. - Og aftaná skal landsstýrið góðkenna avgerðina. Og í grein 14 stendur, at skal ein kommuna taka seg úr SEV, skal tað góðkennast av øllum hinum kommununum. Tí fáa kommunurnar ikki rørt SEV, uttanum umboðsnevndina. Formaðurin í umboðsnevndini heldur, at orsøkin til, at tað bleiv gjørt so trupult at røra felagsskapin, er, at tá ið SEV varð stovnað, var eitt slíkt ódnartak, sum sjálvdan sæð fyrr her á landi og stovnararnir vildu fyri alt í verðini byrgja fyri, at tað datt niðurfyri aftur. Hans Tausen Olsen sigur, at tí kunnu kommunurnar kanna, hvat tær velja. Tær fáa onki gjørt við málið kortini. At royna broyta SEV, er at leggja seg út í viðurskifti, sum við lóg eru latin upp í hendurnar á umboðsnevndini at umsita. Sera demokratiskt Júst hesi viðurskifti hava mangan fingið fólk at skýrt SEV ein ódemokratiskan felagsskap, og tað eru mong, sum hava ilskast inn á, at kommunurnar hava so lítið at siga í SEV, hóast tað skal eitast, at tær eiga felagsskapin. Hesum er Hans Tausen Olsen als ikki samdur í. Tvørturímóti heldur hann, at SEV er ein so demokratiskur felagsskapur, sum hugsast kann. Kommunurnar hava rætt til at velja limir í umboðsnevndina. Men tá ið umboðsnevndin er vald, hevur hon evsta myndugleika, uttan at nakar kann blanda seg uppí. Hesin rætturin hjá øllum kommununum at velja limir í umboðsnevndina, tryggjar hvørji einstakari kommunum, at eisini teirra viðurskifti verða borin fram í SEV. Tí er umboðsnevndin eisini trygdin fyri, at allar Føroyar sum tær eru, verða umboðaðar í SEV, sigur Hans Tausen Olsen. Hann sigur, at halda fólk, at umboðsnevndin er ov stór og tung at arbeiða við, ber tað til at minka hana. Annars fer tað at koma av sær sjálvum, nú kommunur skulu leggja saman, so at tað ikki verða meiri enn einar 8-10 kommunur í Føroyum. Heldur rætta mistøk enn falla í fátt Tað gongur sjálvdan bara eftir ætlan. Heldur ikki á eini ferðavinnusølustevnu uttanlands. Vit eiga tó heldur at rætta tað, sum er gjørt skeivt, enn at falla í fátt, sigur stjórin á Ferðaráðnum Tað hevur verið ført fram, at ferðavinnumessan Vestnorden Travel Mart er við at yvirliva seg sjálva, og at tíðin er komin til, at vit sleppa henni og heldur gera okkara egnu, føroysku ferðavinnumessu. Hesum sjónarmiði er stjórin á Ferðaráð Føroya ikki samdur við. Hann heldur, at tað er skeivur vegur at ganga. Er okkurt, sum ikki er gingið eftir ætlan, eiga vit at finna fram til tað, sum kiksaði og rætta tað til eina aðra ferð heldur enn gevast á hondum, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya. Sagt hevur verið á ferðavinnustevnuni Vestnorden Travel Mart, sum hildin varð í Reykjavík í seinastu viku, at føroyingar kanska sjálvir áttu at farið at skipað fyri egnari ferðavinnumessu. Um hetta sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya, at er tað soleiðis, at ferðavinnan í Føroyum metir, at brúk er fyri slíkari messu, er Ferðaráði sjálvandi til reiðar við ráðum og stuðli, har tað ber til. Men hann metir ikki, at vit av teirri orsøk skulu sleppa Travel Mart, sum tann sølustevnan vanliga verður nevnd. Sum skilst á Hera Niclasen, gekk sølustevnan í Reykjavík sum heild væl. Nú er hetta ikki fyrstu ferð, føroyska ferðavinnan er við á hesi stevnu, so væl átti at borið til at skipa seg soleiðis, at alt var í lagi, meðan sjálv messan varð hildin. Tó kendi onkur luttakari tað soleiðis, sum at ikki alt riggaði, sum tað skuldi. Onkur avtala tóktist ikki halda, og onkur kundi møtti ikki upp. Tað er sjálvandi keðiligt, tá so er, heldur Heri Niclasen. Men hann vísir tó á, at tað kunnu vera nógvar grundir til tað, sum, tá tær verða kannaðar, kanska venda aftur til seljaran sjálvan uttan tó á nakran hátt at lata skilja, at hann heldur hjúst tað vera orsøkina. At taka Travel Mart av er í móti andanum um samstarv, sum júst hendan ferðavinnumessan er bygd á. Og skuldi tað hent, at farið verður undir at fyrireika eina serføroyska messu, eiga vit at hava í huganum, at vit á ongan hátt koma í vegin fyri næstu Travel Mart messuni, sigur Heri Niclasen. Heri Niclasen sigur, at á Travel Mart í Reykjavík vóru fleiri positiv tekin at síggja frá føroyskari síðu. Eingin flúgving til Billund í vetur Maersk Air fer ikki at flúgva millum Vágar og Billund í vetur, sum annars hevur verið gjørt undanfarin ár Rutan hjá Maersk Air millum Vágar og Billund í Jyllandi, sum flogin hevur verið mánadag og fríggjadag, verður niðurløgd í vetur. Tann 30. oktober flýgur Maersk flogfarið seinasta túrin til Billund á hesum sinni. Flúgvingin verður so niðurløgd fyri veturin og byrjar aftur í mai komandi ár. Grundin er einfald tann, at ov lítið fólk ferðast á hesi rutuni Tó verða fýra túrar gjørdir um jólini. verður sagt av Flogfelag Føroya, sum umboðar Maersk Air í Føroyum. Teir túrarnir verða 20. og 22. december og 2. og 3. januar. Hesir túrar eru serliga grundaðir á útisetar, sum koma heim at halda jól. Tað er longu væl umbiðið til hesar túrarnar, siga tey á Flogfelagnum. Vanliga biða fólk um hesar ferðaseðlarnar longu beint eftir ólavsøku, ella tá tey fara av landinum aftur eftir summarfrí í Føroyum. Hetta er í stóran mun lesandi, sum koma heim aftur til jóla. Hesi ferðaseðlar skulu gjaldast í so mikið góðari tíð, at til ber at selja øðrum, um onkur kortini ikki verður brúktur. Onkuntíð hevur tað verið so, at fólk vilja tryggja seg og bíleggja til fleiri dagar, tí tey ikki rættiliga vita, nær tey fáa jólafrí. Gloyma tey so at siga frá, standa ferðaseðlarnir bundnir óneyðuga leingi. Men ferðamannastovurnar kenna sjálvandi eisini hendan trupulleikan og plaga at >>rudda upp<<, tá nakað líður út á heystið. Annars eru tey á Flogfelag Føroya rímiliga væl nøgd við summarflúgvingina í ár. Væl av fólki ferðaðist, og tað komst fyri ein part av tilboðunum, givin vórðu fyrr í summar. Men yvirhøvur hevur væl av fólki ferðast loftvegis í ár, láta tey at á Flogfelagnum. Hvussu verður við nýggjum tilboðum, vita tey onki at siga um enn. Men tað kann koma okkurt nær sum helst, skilst. Tað er Maersk Air, sum skipar fyri tí, og so fær umboðið í Føroyum bara boð, tá tað hendir. Men, verður lagt aftrat av Flogfelag Føroya, vit nærkast lágárstíð nú einaferð aftur. Spjadda baklandið er nú savnað Interview: Tað hevur verið trupult, men spennandi at verið formaður í Javnaðarflokkinum, síðani fullveldismálið kom ovast á dagsskránna, ásannar Jóannes Eidesgaard. Orsøkina sigur hann vera, at limirnir í Javnaðarflokkinum hava nógv spjaddari støðu til málið enn Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin Í Javnaðarflokkinum eru bæði sambandssinnað og fullveldissinnað fólk. Tí er trupult at vera formaður í júst hesum flokkinum, tá fullveldismálið stendur ovast á dagsskránni. Hetta ásannar Jóannes Eidesgaard, sum síðani 1996 hevur verið formaður floksins. Jóannes Eidesgaard vísir á, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava hvørt sítt grundstøði at byggja á. Í Javnaðarflokkinum er pláss fyri sjálvstýrissinnaðum, minni sjálvsstýrissinnaðum og sambandssinnaðum fólkum. Tað sum savnar javnaðarfók er hugsjónin um at skapa liviumstøður til vanliga føroyingin. Í Tjóðveldisflokkinum er pláss fyri borgarligum, minni borgarligum og vinstrahallum. Tað sum savnar tjóðveldisfólk er hugsjónin um at skapa lýðveldið Føroyar, vísir Jóannes Eidesgaard á. Tí heldur Jóannes Eidesgaard tað vera nógv lættari hjá Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum at hava eina greiða støðu til ríkisrættarliga spurningin. Hjá Tjóðveldisflokkinum og Sambandsflokkinum snýr tað seg um ja og nei. Antin at vera fyri ella ímóti. Men Javnaðarflokkurin, sum liggur ímillum, skal greiða frá síni støðu í setningum, og tað er verri, sigur Jóannes Eidesgaard. Somu trupulleikar sum Javnaðarflokkurin, heldur Jóannes Eidesgaard, at Fólkaflokkurin eigur at hava. Sjálvstýrissinnaður Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at Javnaðarflokkurin, síðani hann varð stovnaður í 1925, hevur verið ein sjálvstýrissinnaður flokkur. Og Petur Mohr Dam var sjálvur ein rættuliga sjálvstýrissinnaður maður. Fleiri av teimum, sum vóru við til at stovna Javnaðarflokkin, komu úr Sjálvstýrisflokkinum. Tískil var tað heilt náttúrligt, at limirnir í Javnaðarflokkinum vóru sjálvstýrissinnaðir. Men í Javnaðarflokkinum hevur altíð verið og skal eisini altíð vera pláss fyri øðrum, ið ikki eru so sjálvsstýrissinnað. Tí tað er hugsjónin um vælferðarsamfelagið, ið fylkir flokkin, staðfestir Jóannes Eidesgaard. Sum eitt av søguligu dømunum um, at javnaðarfólk hava verið sjálvstýrissinnað nevnir Jóannes Eidesgaard málstríðið. Í málstríðnum bardust nógvir javnaðarmenn fyri føroyska málinum. Millum hesar vóru Heðin Brú og Martin Joensen, ið eru tveir av mætastu føroysku rithøvundunum. Stríðið í dag snýr seg um fullveldi ella ikki fullveldi. Hesum hevur Javnaðarflokkurin verið noyddur at tikið við og havt eina støðu til. Og júst tað hevur verið trupla støðan hjá formanninum, ið skal koma við einari greiðari útmelding frá einum baklandi, ið er ógvuliga spjatt í hesum máli. Hetta hevur ofta gjørt stólin hjá mær ógvuliga heitan, og ikki hevur altíð verið lætt at vera formaður floksins í hesum tíðarskeiði. Tað hevur harafturímóti ofta verið ógvuliga trupult, sigur Jóannes Eidesgaard. Fyri at gera tað lættari at fáa eina greiða útmelding, valdi Javnaðarflokkurin at halda eykalandsfund í februar. Á hesum fundi funnu vit eina samtykt, ið savnar flokkin, og er tað eftir henni, vit í dag arbeiða, vísir Jóannes Eidesgaard á. Formaður Javnaðarfloksins ásannar tó, at tað enn væl ber til at finna tvey javnaðarfólk, ið eru rættuliga ósamd um ríkisrættarligu støðuna. Sjálvstýrisuppskotið savnar Javnaðarflokkurin gjørdi áðrenn seinasta val eitt sjálvstýrisuppskot, ið snýr seg um at yvirtaka málsøki frá Danmark, so hvørt vit eru før fyri tí, soleiðis at vit at enda hava fult ræði innan øll málsøki, men kortini eru í ríkisfelagsskapinum. Hetta uppskotið heldur Jóannes Eidesgaard framvegis vera røttu loysnina, sum limirnir í flokki hansara eisini taka undir við. Sjálvstýrisuppskotið er ein alternativ loysn til fullveldismálið hjá samgonguni. Og tað kann væl brúkast sum grundarlag fyri at finna nýggja semju millum flokkarnar í Føroyum fyri at seta hol á ríkisrættarliga spurningin av nýggjum, sigur Jóannes Eidesgaard. Sjálvstýrisuppskotið leggur, sum Jóannes Eidesgaard fatar tað, upp til nakrar konkretar loysnir í einum nýggjum sáttmála við Danmark.Tað sigur nakað um innihaldið í sáttmálanum, hvussu sáttmálin kann sigast upp, nakað um heimarætt og so fram vegis. Dreyminum um, at hetta verður uppskotið, ið loysir ríkisrættarliga spurningin, hevur Jóannes Eidesgaard ikki slept. Tá teir tríggir samgonguflokkarnir í 1998 skrivaðu undir samgonguskjalið, segði Jóannes Eidesgaard seg kunna taka undir við fyrstu síðu í samgonguskjalinum. Hesa fatan hevur Jóannes Eidesgaard enn. Hann heldur restina av samgonguskjalinum vera tað mest borgarliga samgonguskjalið, nakrantíð er skrivað. Men síða eitt er í lagi, sæð í ljósinum av restini. Javnaðarflokkurin tekur undir við, at vit taka yvir málsøki, eins og vit eisini yvirtaka umsitingina av teimum. Vit skulu hava fulla ábyrgd - eisini fíggjarliga, ger Jóannes Eidesgaard greitt. Men kortini er nakað, ið skilir Javnaðarflokkin frá samgonguni. Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við tí leisti, samgongan førir í spurninginum um at fáa sjálvstýri. Samgongan vil hava loysing frá Danmark og síðani arbeiða fram ímóti at Føroyar skulu klára seg sjálvar. Javnaðarflokkurin vil, at vit skulu arbeiða fram ímóti at klára okkum sjálv, og tá vit klára tað, skulu vit verða sjálvstøðug, men ikki fara úr ríkinum, sigur Jóannes Eidesgaard. Tá vit við positivum eygum royndu at finna nakað gott í samgonguskjalinum, funnu vit út av, at vit kundu taka undir við pørtum av fyrstu síðu. Og vit kundu eisini fylgja samgonguni ein part av vegnum í sjálvsstýristilgongdini. Men vit kunnu als ikki taka undir við politikkinum, nú verður førdur, staðfestir formaður Javnaðarfloksins. Fornermaði Jóannes Síðani Jóannes Eidesgaard rættuliga fór at gera vart við sína mótstøðu móti fullveldispolitikki samgongunnar, er hann í politiskum viðmerkingum í bløðunum og millum manna javnan skírdur at vera fornermaður og gronutur. Eisini hevur onkur givið hugtakinum morgungrun navnið Eidesgaard, og onkur er farin so langt, sum at kalla Jóannes Eidesgaard landasvíkjara og høgra hond hjá donsku imperialistunum. Men hetta darvar kortini ikki Jóannes Eidesgaard stórvegis. Eg var landsstýrismaður í kreppuárunum fyrst í nítiárunum. Tá var eg dagliga úti fyri ágangi. So eg haldi, at eg kann siga, at eg eri vanur við ákoyringar, sigur Jóannes Eidesgaard. Jóannes Eidesgaard heldur seg vita eina frágreiðing til ágangin í fullveldismálinum. Eg minnist, at Turið Debes Hentze í einari av Spyr Bara sendingunum vísti á, at sjálvt orðið fullveldið er so mikið positivt orð, at tá onkur talar ímóti tí, verður átalan fatað sum grenj. Hetta haldi eg, at hon hevur rætt í, sigur Jóannes Eidesgaard. Men grenj ella ei. Jóannes Eidesgaard heldur seg sum formann fyri Javnaðarflokkin hava skyldu til at vísa á vansar og skeivleikar við fullveldisætlanini, og tað ætlar hann sær at halda fram at gera. Mugu finna loysn Samgongan og fullveldistilgongdin hava nú vart í hálvttriðja ár og valskeiðið er farið at halla. Enn er tó eingin endalig loysn funnin á ríkisrættarligu støðuni. Júst hetta heldur Jóannes Eidesgaard vera ein trupulleika. Nevniliga tí, at fullveldismálið hevur fylt so nógv av politiska hugaheiminum í Føroyum, at pláss hevur ikki verið fyri øðrum álvarsmálum. Tí heldur Jóannes Eidesgaard tað vera neyðugt at finna eina loysn á ríkisrættarliga spurninginum. Men tað skal kortini ikki vera ein loysn, sum verður skrumblað ígjøgnum. Eg haldi, at samgongan hevur sæð í eyguni, at lítil tíð er eftir at fáa avklárað fullvedismálið, og tí roynir hon í løtuni við brøvum til ST og NATO at skapa órógv í málið, soleiðis at ferð kemur á júst fullveldisætlanina, sigur Jóannes Eidesgaard. Men hetta vónar formaðurin í Javnaðarflokkinum ikki fer at eydnast. Eg rokni við, at málið um ríkisrættarligu støðuna helst ikki verður loyst fyrr enn eitt val hevur verið, ið kann reinsa politisku luftina, soleiðis at farast kann undir málið av nýggjum, sigur Jóannes Eidesgaard. Hevði Javnaðarflokkurin gjørst partur av einari nýggjari samgongu, hevði sjálvstýristilgongdin kortini ikki verið tikin av politiska breddanum. Heldur hevði tað enn einaferð komið ovast á breddan, men í mildari líki, enn hjá verandi samgongu. Tá hetta síðani var avgreitt, hevði Javnaðarflokkurin farið undir realpolitikk, sum í stórum stíli vantar í Føroyum í dag, ger Jóannes Eidesgaard greitt. Um samstarvið, sum í løtuni er millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, sigur Jóannes Eidesgaard, at Javnaðarflokkurin sanniliga ikki er Sambandsflokkurin nummar tvey. Heldur er Sambandsflokkurin á veg at gerast Javnaðarflokkurin nummar tvey, sigur Jóannes Eidesgaard. Lýsnar herja aftur Fleiri skúlar og barnagarðar gremja seg í løtuni um, at fleiri av børnunum ganga við lús. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki verður sagt Tað er nærum vorðin gamal vani á hvørjum ári, at skúlar, barnagarðar og onnur støð, har nógv børn savnast, hava trupulleikar við lús. Tað vísir seg, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki, sum er torførur at fáa bilbugt við. Skúlarnir býta á hvørjum ári út faldarar, sum siga, hvussu sleppast kann av við lýsnar. Fleiri hava trupulleikan Varaleiðarin á barnagarðinum Lítlaskógi, Heidi Justinussen, sigur, at tað er ein stórur trupulleiki, sum tey dragast við í løtuni. Trupulleikin er júst blussaður uppaftur, og vit hava drigist við lýs alt árið, sigur Heidi Justinussen. Á Lítlaskógi hava børn lús við jøvnum millumbilum alt árið, og tað tykist sum trupulleikin bara versnar. Lítliskógur er ikki eindømi, men fleiri onnur hava eisini sama trupulleika. Tá vit finna útav, at eitt barn hevur lýs, ringja vit beinanvegin til foreldrini og senda barnið heim, so foreldrini kunnu gera okkurt við trupulleikan, sigur Heidi Justinussen. Á Lítlaskógi hava tey júst nú funnið lýs hjá onkrum av børnunum. Varaleiðarin kann ikki siga, um tað er eitt serligt slag av lús, talan er um. Tær hava ymiskt skap og eru ymsar á liti, antin brúnar ella svartar. Tað tykist eisini sum at lýsnar gerast mótstøðuførar, og tí eru tær torførari at sleppa av við. Á Eysturskúlanum er eitt skelti hongt upp, sum boðar frá lúsatrupulleikanum. Har verður gjørt vart við, at trupulleikin er til staðar, og hvussu berast skal at, um nakar gerst varugur við trupulleikan. Annars verður sagt av bæði Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki, sum tey dragast við á hvørjum ári. Har hava tey eisini havt onkran tilburð, síðan børnini komu aftur í skúla, sum lærarar hava gjørt vart við. Tað vísir seg, at so skjótt sum børnini fara aftur í skúla, eru trupulleikar við lýs. Ilt er at basa teimum Høgni Debes Joensen, landslækni, sigur, at lýsnar gera um seg í bylgjum, og tað hendir við jøvnum millumbilum at lúsatrupulleikar stinga seg upp. Tað kemur eisini fyri, at tær gerast mótstøðuførar, av tí at fólk brúka ov nógv sjampo. Tí er tað umráðandi, at bara fólk, sum hava fingið ávíst lýs, brúka lúsasjampo. Hetta niðursetir vandan fyri, at tær gerast mótstøðuførar. Høgni Debes Joensen sigur eisini, at tað er næstan ógjørligt at sleppa undan lýsnum. Tá fólk hava verið og ferðast í øðrum londum kunnu tey koma aftur við lús. Í Føroyum eru vit sloppin av við kropslýs, sum bara kunnu nørast um persónligi reinleikin er út av lagi ringur. Sambandið millum høvdalýs og persónligan reinleika er hinvegin ikki so stórur. Tað ber til at hava lús, sjálvt um ein vaskar sær ofta. Um eitt barn hevur fingið lús, so skal restin av húskinum eisini lata seg kanna í eina tíð. Hetta skal gerast, tí tær eru ringar at finna í byrjanini, tá tær eru fáar. Tí skulu øll kannast við jøvnum millumbilum. Hetta verður gjørt við lúsakambi. Lýsnar og eggini finnast serliga í nakkanum og aftanfyri oyruni, og tað er serliga har hyggjast skal væl eftir. Einki er sum aðru ferð Rockbólkurin Chase hevur fingið nýggja heimasíðu í sambandi við ætlaninar at geva nýggja fløgu út Nú ber til at jagsta Chase á internetinum. Rockbólkurin, sum hevði sín stórtíð fyrst í nítiárunum, er heitur fyri at geva eina nýggja fløgu út, og í tí sambandinum hava teir gjørt eina heimasíðu á internetinum, har fjepparar kunnu fylgja gongdini hjá bólkinum. Millum tað, sum er at finna á heimasíðuni, er eisini ein dagbók, har limirnir í bólkinum av og á ætla sær at skriva í. Edmund Jacobsen, sangari í bólkinum, sum saman við Niclasi Johannesen og Mikkjali Joensen arbeiðir við nýggjum tilfari til Chase, hevur longu skriva í dagbókina. Chase var alt Hann hugleiðir um farnar dagar við góðum og vánaligum konsertum, og hann heldur, at tað er so nógv hent síðani 1989, tá Chase av fyrstan tíð fór at spæla, at tað kann tykjast eitt sindur ræðandi at vekja djórið aftur úr dvala. Fyri okkum, sum vóru við í bólkinum, var bólkurin alt. Vit livdu og andaðu fyri hendan forbrenda rockbólkin, sum hevði hug til at yvirtaka og dominera tilveru okkara, skrivar Edmund Jacobsen. Tey, sum hava hug at lesa meira av hugleiðingunum hjá Edmundi, ella bara eru so forvitin, at tey ikki kunnu lata verða við at síggja síðuna, kunnu tasta www.easy.to/chase á telduknappaborðið. Fjálga um filmslistina Norðurlandahúsið hevur tikið stig til nýtt filmsfelag og tónleikafelag, sum fara at hava ymisk tiltøk í vetur Tvey nýggj feløg sóu dagsins ljós, tá tíðindafundur var í Norðurlandahúsinum mikudagin. Talan er um eitt filmsfelag og eitt tónleikafelag. Klipp, sum upplagda navnið á filmsfelagnum er, fer í vetur at vísa sjey norðurlendskar filmar, og talan verður um filmar, sum hava verið væl dámdir í okkara grannalondum, og sum venda sær til eina breiða áskoðarafjøld. Tónleikafelagið er doypt Orfeus, og eisini hetta felagið fer at standa fyri sjey konsertum í vetur - klassiski tónleikurin verður týðandi partur av hesum virksemi. Teir vælumtóktu Norðurlandahúsið hevur í fleiri ár havt hug at gera eitt filmsfelag, og fyrst í oktober verður hetta felagið veruleiki. Tá ferð Klipp undir at vísa norðulendskar filmar sum Den eneste ene úr Danmark, Fucking Åmål úr Svøríki og Bye Bye Bluebird úr Føroyum. Fyrsti filmurin verður tó tann íslendski Einglar Alheimsins, sum er gjørdur eftir skaldsøgu hjá Einari Már. Hann hevur millum annað fingið bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Norðurlandahúsið ætlar at filmsfelagið skal vísa filmar, sum kunnu lokka eina breiða og stóra áskoðarafjøld. Talan verður sostatt ikki um teir meira sermerktu og smalu filmarnar, sum tað eisini finnast nógvir av í norðurlondum. Den eneste ene, sum felagið fer at vísa, var til dømis ein tann mest sæddi filmurin í biografunum í Danmark í fjør. Lættur klassiskur tónleikur Orfeus fer eins og filmsfelagið at leggja seg eftir at røkka eini breiðari fjøld við sínum tiltøkum. Tað var sostatt ikki bara kennarar av klassiskum tónleiki, sum fara at fáa nakað burtur úr konsertunum hjá Orfeus, har lættur og áhoyraravinarligur klassiskur tónleikur fer at standa á skránni. Eitt av endamálunum við felagnum er, at føroyskir tónleikarar fáa enn eitt høvi at royna seg. Orfeus fer at hava sjey konsertir í vetur, og byrjað verður longu komandi hóskvøld. Bæði tá talan er um Klipp og Orfeus ber til hjá fólki at keypa sær atgongumerk til øll sjey tiltøkini fyri 250 krónur. Og eftir tiltøkini hjá feløgunum verður møguleiki at njóta eina løtu í café'ini í Norðurlandahúsinum. Teir sita so eina Ein av mest seldu føroysku plátunum nakrantíð kemur nú á fløgu Nú ríða Vestmenn aftur. Í morgin kemur fløga út við best umtókta føroyska countrybólkinum nakrantíð. Talan er ikki um nýggjar sangir, men hinvegin um ein endurútgávu av plátuni Brot. Vestmenn góvu sína fyrstu plátu út í 1983, og tað eru sangirnir av hesi plátuni, sum nú verða digitaliseraðir og útgivnir á fløgu. Millum teir kendastu sangirnar, sum eru við á Brot, eru Eg siti so eina, Ró og Mathilda. Hesir sangir gjørdu fyrstu plátuna hjá Vestmonnum so væl umtókta, at eini 5000 eintøk av platuni fóru um handilsdiskarnar kring landið. Hetta ger plátuna til eina tað mest seldu í Føroyum nakrantíð. Tvey eykaløg Á fløguni Brot, sum kemur út í morgin, eru tvey eykaløg við. Talan er um Gestur og stóra hittið, Leygarkvøld í Havn, sum eru at finna á útgávuni Kanska ein dag. Vestmenn eru Ólavur Højgaard, Martin Joensen og Niels Olsen. Men umframt teir spæla eisini Jógvan í Toftum Olsen, Bogi Olsen, Jórun Højgaard, Rúna á Heygum, Ólavur Øster, Johannes á Rógvu Joensen og Milson Zachariasen við á Brot. Fløgan endurgevur tónleikin sum hann upprunaliga var á plátunum, men kortini uttan skøvur og skursl. HCW Tórgarð gevur fløguna út og hon verður at fáa kring landið leygardagin. Grundlógarnevnd í leysum lofti Fjølmiðlarnir eru ógviliga fegnir um, at hvønn týsmorgun er áhugaverdur tíðindafundur úti í Tinganesi um ymiskar spurningar, sum arbeiðsbólkar í grundlógarnevndini fáast við. Tað má eisini vera vælsignað at vita, at tað er bara hvønn týsmorgun møta upp í Tinganesi og so fáa eitthvørt áhugavert at undirhalda lurtarar og lesarar við í fleiri dagar (teir neyðars hyggjarar ber tíverri ikki til at taka við). Og tað er ikki eiti á biti at seta tenninar í úti í Tinganesi, tí tað eru sanniliga bæði djúptgangandi og háflúgvandi evni, sum verða havd á lofti. Frá fólkinum - fyri fólkið? Hesir tíðindafundir skulu vera eitt lið í arbeiðinum hjá grundlógarnevndini at kunna um og elva til orðaskifti um tey grundleggjandi virði, sum skulu festast á blað sum aðalmál hjá Føroya tjóð. Tað er sera týdningarmikið, at hetta eydnast væl. Tí ein grundlóg eigur at verða viðgjørd út í æsir, og hon eigur at vera fólksins lóg og fólksins ogn. Skal ein grundlóg hava týdning, skal hon lúka hesa treyt: Frá fólkinum - fyri fólkið. Sjálvt um tað kann tykist sum tíðindafundirnir eru eitt stig á hesari leið, havi eg nakrar kritiskar viðmerkingar til hesar tíðindafundir. Og okkurt uppskot til arbeiðið hjá grundlógarnevndini, so ein komandi grundlóg ikki verður virkað til og latið fólkinum sum eitt frøðingaavrik úr Tinganesi. Hvør eigur tíðindafundirnar? Táið fjølmiðlarnir siga frá, at "grundlógarnevndin" skipar fyri tíðindafundi, er hetta ikki heilt rætt. Tað eru teir serfrøðingarnir, sum vera kallaðir "formenn" í arbeiðsbólkunum undir grundlógarnevndini, sum halda tíðindafund. Avgerðin er ikki tikin á fundi í grundlógarnevndini. Hvørki um at tíðindafundirnir skulu haldast, hvussu teir skulu skipast, ella hvat skal leggjast fram. Hetta er heldur ikki avgjørt í arbeiðsbólkunum. Í hvussu so er ikki í teim 7 arbeiðsbólkunum, har eg sjálvur eri limur. Í ongum teirra hava vit gjørt nakrar niðurstøður at leggja fram alment, og vit hava ikki valt nakran framsøgumann at leggja fram alment okkara vegna. Fyri tað kann tað vera áhugavert at hoyra og lesa, hvussu "formenninir" útleggja tað, sum hevur verið til umrøðu í arbeiðsbólkunum. Men mær dámar ikki mannagongdina, og kenni tað sum hava serfrøðingarnir tikið yvir. Tað eigur at rættast upp, tí annars er tað ein vælvirkandi arbeiðsháttur í nevnd og arbeiðsbólkum, har samstarvið millum serfrøðingarnir og tey fólkavaldu umboðini hevur riggað sera væl fyri ikki at tala um tað smidligu og kveikjandi leiðsluna hjá skrivara og nevndarformanni. Smíða grundlóg uppá forhond Eg var ein teirra, sum ikki tók undir við uppskotinum hjá landsstýrinum at seta nevnd at gera nýggja grundlóg. Grundgevingarnar vóru fleiri. M.a. at tað var onki høpi í at seta seg at smíða eina grundlóg fyri eitt fullveldisríki uppá nakkan á Føroya fólki - áðrenn fólkið var eftirspurt um sína støðu - og áðrenn nakar yvirhøvur visti hvørjar broytingar skuldu gerast í stjórnarstøðu Føroya. Hetta hava vit nú eisini fleiri ferðir verið noydd at sanna í hesi góðu nevnd, tá vit hava verið í teirri tápuligu støðu, at skula viðgera viðurskifti, sum ongin hevur ánilsi av hvussu tey fara at vera skipað í framtíðini. T.d. um føroyskan "landshøvding" ella forseta, ella føroyskt uttanríkisvald, ella føroyskt hervald o.s.v. Fáur tekur fullveldisætlanina fyri fult Vit hava eisini mangan havt tað løgnu støðu í arbeiðinum í grundlógarnevndini, at tað eru umboðini fyri andstøðuna, tvs. Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, sum higartil hava møtt best upp og eru tey mest virknu í nevndararbeiðinum. Tað hevur mangan undrað meg. Vit eru eisini komin í tað løgnu støðu, at hóast vit í grundlógarnevndini eru sett at smíða grundlóg fyri eitt fullveldisríkið, so tykist fáur longur at taka hesa fullveldisætlanina fyri fult - man spyr bara eftir, hvat alternativið man fara at vera. Og tjakið lagar seg nú eisini meira eftir tí, hvussu vit kunnu hava gagn av arbeiðinum í grundlógarnevndini, hóast onki fullveldi verður á hesum sinni. Ein føroysk grundlóg í ríkisfelagsskapinum Landsstýrið vildi billa okkum inn frá byrjanini, at grundlógin er einans nakað sum hevði við fullveldið at gera. Frá sjálvum arbeiðinum í grundlógarnevndini vita vit nú, at hetta er lygn. Tað ber væl til og kann vera til stórt gagn við serstakari føroyskari grundlóg í eini sjálvstýrisskipan, har Føroyar verða ein javnbjóðis partur við hinar í einum felags ríki. Hetta er í hvussu so er drívmegin hjá Javnaðarflokkinum í grundlógarnevndini. Grundlógarnevndin eigur at loysa frá landsstýrinum Grundlógarnevndin er ein nevnd, sum løgtingið hevur sett. Hon er ikki ein nevnd hjá hasum landsstýrinum, hóast alt er skipað, sum var tað so: Grundlógarnevndin heldur til úti í Tinganesi. Har eru fundarhøli og skrivstova hjá formanni og skrivara, á loftinum omanfyri løgmann og varaløgmann. Hvørja ferð man kemur har á fund, vassar man millum fólkið á løgmansskrivstovu og uttanlandsdeild. Brævhøvdið hjá grundlógarnevndini er landsstýrisbrævhøvdið. Heimasíðan hjá grundlógarnevndini er ein samskipaður partur av fullveldisheimasíðini hjá landsstýrinum. Og telduposturin hjá grundlógarnevndin hevur somu adressu sum hjá landsstýrinum. Grundlógarnevndin eigur at flyta úr Tinganesi Hetta býðir mær nógv ímóti, tí eg haldi ikki at grundlógarnevndin eigur at dálkast av tí ørskapi í fullveldismálinum, sum hevur tikið yvirhond á løgmansskrivstovu og uttanlandsdeild. Grundlógarnevndin er ein óheft nevnd, sett við løgtingslóg, og eigur onki at hava við landsstýrið at gera. Til tess at undirstrika og tryggja hetta - og ikki minst fyri at fáa virðing millum fólkið fyri sínum virksemi - eigur grundlógarnevndin at loysa seg úr øllum landsstýrissamanhangi og gerast veruliga sjálvstøðug. Tí eigur grundlógarnevndin at flyta úr Tinganesi. Skrivstovuhøli eiga at finnast til til formannin og skrivaran aðrastaðni í Havnini. Fundarhøli hevur Løgtingið frammanundan, har sum hini nevndarfundarhølini eru. Skipa eitt breiðari forum fyri orðaskiftinum Onnur stig eiga eisini at vera tikin til tess at fáa eitt alment orðaskifti um tey mál, sum grundlógarnevndin viðger. Tíðindafundirnir nytta ikki nógv til tess. Hóast teir eru væl og virðiliga umtalaðir í fjølmiðlunum, so kemur onki tjak burturúr. Hetta kundi verið rokkið á annan hátt, nevniliga við at skipa eitt serligt tjakforum, har tvey panel vóru sett yvir av hvørjum øðrum - annað umboðandi grundlógarsmiðirnar sjálvar, tvs. politikarnir og serfrøðingarnir í nevndini, og hitt umboðandi eitt breitt forum fyri øll tey ymisku áhugamálini í fólkinum. Tað kundi verið umboð fyri løntakarar og arbeiðsgevarar, útróðrarmenn, fiskimenn og reiðarar, kommunufelag og býarfelag, meginfelag teirra brekaðu, eldraráðið, ungdómsráðið, umboð barnanna, umboð fyri list- og mentunarheimin, skúlaverkið, rættarskipanina, kirkju- og trúarlívið, vísindaheimin, ítróttarlívið o.s.fr. o.s.fr. Hesi kunnu fáa eitt orðaskifti ígongd, sum kann røkka út í hvønn krók. So vit kundu vit komi nærri tí málinum, at ein komandi føroysk grundlóg verður frá fólkinum - fyri fólkið. Hans Pauli Strøm, umboð fyri Javnaðarflokkin í grundlógarnevndini Gevur Mass Jacobsen rætt Røða í sambandi við handanina av M. A. Jacobsen virðislønini Eg skal takka býráðsformanninum fyri at hava handað mær 2000-ára M.A.Jacobsens viriðisløn fyri yrkisbókmentir, men serliga skal eg takka nevndini fyri, at hon er komin til tað úrslit, at bókin "Føroyar á vegamóti" er heiðurslønarverd. Tá eg fekk boðini, var mín fyrsti tanki, at hetta kundi als ikki bera til, tí tað eru so nógvar góðar yrkisbøkur komnar út í farna ári, og hví skuldi mín bók vera tikin fram um allar hinar? Men kundi hetta kanska hava nakað við tað at gera, hvørs heiðursløn talan var um? M. A. Jacobsen, Mass Jacobsen var føddur í Havn í 1891, í gjár fyri 109 árum síðani. Faðir hansara var Jákup bøkjarin, og móðirin var Elsebeth, sum var av Velbastað. Mass á Húsum, sum hann ofta varð nevndur av tí, at faðir hansara var av Húsagarði í Havn, var so at siga føddur inn í ta føroysku sjálvstýrisrørsluna. Ætt hansara var væl umboðað í Tinghúsinum, tá menn og kvinnur komu saman har 2. jóladag í 1888 at verja Føroya mál og Føroya siðir. Hesin fundur var farskotið til ta føroysku tjóðskaparrørsluna, og parturin hjá skyldfólkum hansara hevur aldrin ligið eftir, tá tað kom til at gera tað neyðuga arbeiði. Sum dømi um tað kann nevnast, at eldra systir hansara Sanna giftist við Símuni av Skarði og gjørdist húsmóðir á Føroya Fólkaháskúla, sum var í Føgrulíð barnaárini hjá Massi. Hesi ár vóru mikil rembingarár í Føroyum, og var Mass við í Ungmannafelagnum í Havn, sum vakti nógv til tjóðskaparligt medvit. Í 1907 fekk hann realprógv, og árið eftir fór hann til Keypmannahavnar, har hann fekk studentsprógv í 1910 og las nøkur ár á universitetinum, men gavst - próvleysur. Eina ferð spurdi eg systurson hansara Jóhannes av Skarði, hví Mass ikki las seg lidnan. Jóhannes svaraði, at orsøkin var tann bera blaktaða armóð, og at vit í dag høvdu ilt við at skilja, hvussu ringt tað var at fáa lisið, áðrenn stuðulsskipanir til lesandi vóru fingnar í lag. Fyri føroyskt mentanarlív var tað ein gáva, at hann ikki gjørdist liðugur, tí so hevði hann tikið prógv í matematikk og alisfrøði. Eingin studentaskúli var í Føroyum, sum hann hevði kunnað fingið starv á, so helst var hann tí ongan tíð komin heim aftur. Men nú gjørdist hann bókavørður og kom at hava eitt týdningarmikið lutverk í mentanarliga og politiska lívi landsins. Sum bókavørður megnaði hann í teimum neyðars tíðum, ið tá vóru, at fáa bygt tey stásiligu bókasavnshúsini av gróti. Skald og rithøvundur var hann. Formaður var hann fyri tíðarritinum Varðanum, sum kom út átta ferðir um árið. Saman við Christiani Matras var hann í 1927-28 høvundur av tí føroysku-donsku orðabókini. Hann skrivaði Rættskrivingarreglurnar, sum nú verða seldar í 13. óbroyttu útgávu og framvegis eru tann besta vegleiðing hjá øllum teimum, sum ætla sær at skriva føroyskt lýtaleyst. Tað verður alt ov nógv at nevna alt tað, sum hann fekk givið út. Frá 1. januar 1933 til hann doyði sum 52 ára gamal í 1944, var hann harumframt formaður í Tórshavnar býráð, og sat í løgtinginum í fýra ár frá 1936. Fjøltáttaður var hann. Umframt Varðan og fagrar bókmentir gav hann út Adressubókina, sum greiddi frá Føroyum á føroyskum, donskum, enskum, týskum, fronskum og sponskum! Hann var við til at stovna føroyska Studentafelagið í Keypmannahavn í 1910, og stutt áðrenn hann doyði grundaði hann Tórshavnar Musikskúla og var í fyrstu nevndini saman við Williami Heinesen og Erik Petersen. Rakstrarmátturin í øllum hesum virkni var sjálvstýrishugsjón hansara. Men tað var ikki lætt at vera sjálvstýrispolitikari tá. Høvuðsorsøkin til hetta var, at eisini hjá sjálvstýrispolitikarum var tað ringt at ímynda sær, at kongsins ráðharrar kundu lúgva fyri okkum fyri at fáa okkum til at lata okkum lynda ta ússaligu støðu, sum vit vóru í. Tað, ið hesir ráðharrar og teirra serfrøðingar førdu fram, var, at vit vóru ein partur av Danmarkar ríki, og at danska fólkið ráddi yvir okkum. Teir søgdu, at danska grundlógin var grundlóg okkara, og at danska stjórnin hevði lógliga heimild til at útinna vald í Føroyum. Stjórnin helt, at alt virksemi sum kundi føra til, at tey sum búðu í Føroyum fóru at halda seg vera nakað annað enn danir, var beinleiðis vandamikið, tí tað kundi elva okkum til at finnast at tí ríkiseind, sum hon segði okkum vera ein part av. Slíkt virksemi varð skírt ólógligt, og sum dømi um, hvussu langt danska stjórnin gekk, kann verða nevnt, at tá Havnar Framburðsfelag í 1917 skipaði fyri at savna saman undirskriftir fyri at venda sær til bretsku stjórnina fyri at fáa í lag øktan tilflutning av neyðsynjarvørum undir heimskrígnum, vóru oddamenninir í hesum tiltaki skírdir landasvíkjarar og stevndir fyri kanningarnevndina hjá danska ríkisdegnum. Hvørki Mass Jscobsen ella aðrir sjálvstýrismenn vildu hava sitandi á sær, at teir gjørdu nakað ólógligt. Teir høvdu alla tíðina eina kenslu av, at tað ikki var rætt, sum danskir ráðharrar og teirra serfrøðingar førdu fram, og hildu seg tí vera í sínum fulla rætti til at virka fyri føroyskum máli, føroyskari mentan og føroyskum sjálvstýri. Men hóast teir viðgjørdu hesi viðurskifti dúgliga, eydnaðist teimum ikki at prógva, at tað vóru vit, sum høvdu rætt til at gera av, hvat ið henda skuldi í landi okkara. Hetta gjørdi, at teir høvdu ilt við at fáa ein meiriluta at taka undir við sjónarmiðum sínum, tí tá ið á stóð, kundu teir ikki siga annað enn, at danska stjórnin hevði lógligan rætt til at fara við okkum sum hon gjørdi, men teir hildu, at hetta var órímiligt. Hetta var útlagt til at merkja veikleika, og gjørdi hetta sítt til, at undirtøkan fyri sjónarmiðum teirra gjørdist ov lítil. Tað bók mín er ein roynd til at greiða, er hvørt nakað er um tann illbata, sum Mass og aðrir sjálvstýrismenn høvdu um, at donsku sjónarmiðini ikki eru røtt. Tí havi eg kannað nakrar heilt avgerandi spurningar, sum kunnu setast um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Fyri at kunna gera hetta hevur verið neyðugt at finna fram til alt tað, sum vísindamenn innan statsrætt og fólkarætt hava viðgjørt um Føroya støðu, greina tað og gera metingar av, hvat ið er eftirfarandi, og hvat ið ikki er at líta á. Fyrsti spurningurin er sjálvandi: Eru Føroyar ein partur av tí danska ríkinum? Her vísir tað seg, at líka síðan søgunar dimmalætting hava Føroyar verið ein partur av tí norska ríkinum. Sárasta hending, sum okkum hevur verið fyri, var tá ið Noreg fór burtur úr ríki okkara í 1814. Um hetta sigi eg soleiðis í bók míni: "Tað hevur verið vanlig fatan í Føroyum, at støðan tá var tann, sum Hans A. Djurhuus sigur: "ei kendist skilnarstund svár". Men Jóannes bóndi sigur í 1939 í síni Føroya Søgu I, at mannasøgn er, at føroyingar vóru harmir og tóku tað tungt, tá ið teir frættu, at Føroyar vóru skildar frá Noreg. Vit skulu minnast til, at vit ongar fjølmiðlar høvdu í Føroyum tá, og at tað heldur ikki var loyviligt at finnast at stýrinum. Tann sum slíkt gjørdi, kundi fáa deyðadóm. Men eitt kundu føroyingar gera, og tað var at yrkja vísur til føroyskan dans, har atfinningar kundu verða førdar fram, uttan at myndugleikarnir skiltu petti av tí. Tað var hetta, Nólsoyar Páll hevði gjørt við miklum hegni í Fuglakvæðinum. Hevur tað, sum her fór fram, ikki fingið nakran til nakað tílíkt? Vit hava eitt kvæði, sum er um eina ráðagerð millum danska og svenska kongin og nakrar norðmenn um, hvussu teir skuldu fáa gjørt enda á Noregs kongi. Meðan bæði danski og svenski kongurin gera sær fyri skommum í bardaganum, eru tað at enda norðmenn, sum sjálvir gera av, hvør ið skal stýra Noregs ríki. Hetta er kvæðið Ormurin Langi, sum er um Ólav Trygvason og deyða hansara við Svøldur. Tann sum samanber tað, sum hendi í 1814, við gongdina í kvæðinum, sær at her er talan um eina beinrakna viðmerking til hendingarnar í Noregi í hesum ári, og at skaldið, sjóvarbóndin, hevur verið í parti við Noregs kongi og avgjørt ikki hildið við Danmarkar kongi. Vit kunnu siga, at hetta skaldið kanska ikki hevur verið ímyndin av tí vanliga føroyinginum, tí móðir hansara var norsk. Men kvæðið gav gott afturljóð hjá føroyingunum, og teir roknaðu seg sjálvar uppí, tá sjóvarbóndin segði í niðurlagnum: "Glaðir ríða Noregs menn/til hildarting". Men vóru hetta ikki bert tóm orð? Kundi tað koma upp á tal, at føroyingar lótu lív á Hildar tingi sum aðrir Noregs menn? Í 1628 fekk Noreg sín egna her, sum var tann einasti reint norski stovnur í tí felags norska-danska ríkinum. Allir norðmenn komu undir herskyldu, meðan danir ikki vóru tað. Í Føroyum var ein kommandantur á Skansanum, og líka til 1814 var hetta eitt av størvunum í norska herinum, so sum tað stendur skrivað 1813 í Hov- og Statskalendarinum fyri norska og danska ríkið, sum er komin út á hvørjum ári síðan 1734. Føroyingar vóru tí undir herskyldu sum aðrir norðmenn. Við kongligari plakat frá 13. mei 1801 varð ásett, at á hvørjum ári skuldu í Føroyum skrivast út 8 ella 9 nýliðar. Streymoyggin, Eysturoyggin og Suðuroyggin skuldu á hvørjum ári koma við tveimum nýliðum. Norðuroyggjar skuldu annaðhvørt ár koma við 2 ella 1. Annaðhvørt ár skuldi Sandoyar sýsla og Vága sýsla koma við einum. Sýslumenninir skuldu lata nýliðarnar sýna av kommandantinum og fútanum, sum skuldu gera av, um teir vóru nýtiligir til krígstænastu. Vóru teir tað, komu teir upp í skansaliðið. Tænastutíðin var fýra ár, so í alt høvdu vit umleið 34 soldátar á Skansanum. Skyldan hjá føroysku hermonnunum var at seta lívið í váða fyri fosturlandið, Noregs ríki, og tað var tí ikki orðaskvaldur fyri føroyingar at ríða til Hildar ting sum Noregs menn. Vit høvdu sostatt tá ein standandi her, sum var upp á 0,7% av fólkatalinum. Høvdu vit í dag havt ein lutfalsliga eins stóran her sum tá, so vóru nú yvir 300 føroyingar í hermannabúna. Men tá vit høvdu somu skyldur sum aðrir norskir borgarar, hvussu var tað so við okkara rættindum sum norðmenn? Tann 15. januar 1776 kom ein konglig kunngerð um innburðarrætt. Í henni verður ásett, at fyri at njóta ávís rættindi sum t.d. at fáa alment starv í ríkjunum krevst, at viðkomandi er innborin, tvs. annaðhvørt føddur sum "holsteinari, dani ella norðmaður." Av tí at vit høvdu verndarskyldu í norska herinum, kundi tað yvirhøvur ikki vera nakar ivi um, at øll tey, sum búðu í Føroyum, høvdu innburðarrætt sum norðmenn. Sjóvarbóndin hevði tí rætt í tí, hann segði í Orminum Langa." Tað var tí við góðari grund, at altjóða dómstólurin í Haag dømdi tann 5. apríl 1933, at so seint sum tann 14. januar 1814 vóru Føroyar ein partur av Noregs ríki. Fyri at broyta markið millum Føroyar og danska ríkið skulu vit samtykkja hesum, og hesa samtykt skulu vit hava gjørt eftir 1814. Tíverri fyri ta donsku stjórnina kann hon ikki vísa á at vit hava gjørt nakra slíka samtykt, og tað er tí við góðari grund at forsætisráðharri Danmarkar sigur, at danski staturin ikki kann reka aftur okkara próvførslu. Tað er tí óreingiligt, at vit ikki ríkisrættarliga eru ein partur av danska ríkinum. Men hóast hetta eru vit saman við hesum danska ríki. Hetta samstarv er tó ikki av ríkisrættarligum, men av fólkarættarligum slag. Grundarlagið fyri hesum samstarvi er tann altjóða sáttmáli, sum vit sum partur av norska ríkinum gjørdu við danska ríkið tann 29. august 1450, fyri nágreinliga 550 árum síðani. Hesin sáttmáli ásetur, at vit eru ein javnbjóðis partur í samstarvinum við Danmark. Eins og danir kunnu taka avgerðir um, hvat alment mál skal vera í Danmark, so kunnu vit taka avgerð um, hvat alment mál skal vera í Føroyum. Sama er galdandi fyri alla aðra lóggávu. Men sáttmálin ásetur, at vit skulu hava sama kong, og at vit skulu vera saman í kríggi. Fyri at sleppa burtur úr einum slíkum altjóða sáttmála millum tveir partar krevst, at teir eru samdir um at fara hvør til sítt. Men nú er hetta ikki nøkur forðing hjá okkum longur, tí tann 17. mars í ár hevur danska stjórnin boðað frá, at hon gevur okkum loyvi til at fara burtur úr felagsskapinum við Danmark um so er at vit vilja tað. Nú, ið full greiða er fingin á okkara statsrættarligu og fólkarættarligu støðu, liggur betri fyri enn nakrantíð fyrr at seta tað í verk, sum sjálvstýrisrørslan hevur virkað fyri síðan fundin í tinghúsinum 2. jóladag 1888: At fáa Føroya mál til æru, og at fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu verða sjálvbjargnir. Tað gleðir meg, at nevndin eftir øllum at døma hevur hildið, at Mass Jacobsen hevði fegnast um at lisið hesa bók, sum gevur honum rætt í øllum tí, sum hann stóð fyri í virkna lívi sínum. Tí sigi eg enn eina ferð takk fyri ta heiðursløn, tit hava veitt mær. Zakarias Wang HB er fremst FSF hevur í dag fingið svar frá løgfrøðingum sínum, sum siga HB vera fremsta lið í landskappingini Tað er nú greitt, at einki lið kann rópa sg føroyameistara í bestu mansdeildini, fyrr enn seinasta umfar í landskappingini er leikt. Støðan kundi annars verið øðrvísi, um løgfrøðisligu ráðgevarnir hjá FSF mettu, at VB er fremsta liðið í landinum í løtuni. Ísak Mikladal váttar, at svarið hann í dag hevur fingið frá løgfrøðisligu ráðgevunum staðfestir, at HB er fremsta lið í landinum. Tað hevur annars verið ivamál um,hvussu grein 33, petti 2, í kappingarreglunum skal tulkast. Her verður boðað frá, at standa lið á jøvnum, eru innanhýsis dystir avgrandi fyri, hvat lið er fremri. Stendur framvegis á jøvnum, er málmunurin avgrandi. Teir báðir dystirnir millum VB og HB í ár endaðu báðir javnir. 2-2 í Havn og 0-0 í Vági. Stóri spurningurin hevur verið, um tað eigur at vera vágbingum til fyrimuns, at teir hava skotið fleiri mál á útivølli, soleiðis sum tað eitt nú er galdandi, tá semifinalur og finalur í FSF verða leiktar. Vágbingar hava hildið fast um, at útivallarmál eiga at telja við, meðan HB'arnir hava sagt, at hetta ikki stendur ávíst nakrastaðni. Bert stigini telja Nú er so staðfest, at tað bert eru stigini, sum telja í hesum føri. Í niðurstøðuni verður sagt frá, at grein 33, petti 2, bert sigur at innanhýsis dystir eru avgerandi. Hetta verður tulkað soleiðis, at stig vunnin í innanhýsis dystum eru avgerandi. Skuldi talan verið um málmun, átti hetta at verið staðfest í reglunum. Tað merkir samstundis, at mál als einki hava at siga í hesum føri. Málið er persónligt met 27. september fara tær svimjararnir Heidi Andreasen og Esther G. Hansen til Australia fyri at luttaka í Paraolympisku leikununum í Sydney Tær hava vant miðvíst tey seinastu fýra árini fyri at vera til reiðar til hesa kappingina, sum er tann størsta í heiminum. Nýggju ferðir um vikuna hava tær vant í summarfrítíðini í ár og í fjør, meðan tær hava vant heldur minni, síðan skúlin byrjaði. Tær eru tí í góðari venjing undan kappingini, men tær vilja einki siga, um talan verður um at koma heimaftur við heiðursmerkjum. Fyri ikki at leggja nakað óneyðugt trýst á genturnar hava vit gjørt av ikki at siga nakað alment um, hvat vit vænta okkum, sigur Katrin Johansen, sum er venjari hjá gentunum. Sjálvar miða Heidi og Esther eftir at seta persónligt met á teimum ymsu teinunum, tí so ber ikki til at gera tað nógv betur. So má bera ella bresta. Fyri einum ári síðani gjørdist greitt, at tær høvdu klárað kravtíðirnar og tí kundu fara undir fyrireikingarnar til leikirnar. Tað skilst á øllum brøgdum, at tær eisini hava tikið hesa uppgávu í størsta álvara. Hørð kapping Katrin Johansen, sum hevur royndir í slíkum kappingum, sigur, at kappingin harðnar í hvørjum, og heimsmet verða sett, hvørja ferð kappingar eru. Tað krevur tí ómetaliga nógv, um svimjararnir skulu gera seg galdandi á paraolympisku leikunum. Tað tykist sum kappingin harðnar í hvørjum, tí meira verður gjørt við venjingina. Katrin Johansen kennir eisini nógv til slíkar kappingar, tí hon hevur verið við í tveimum olympiadum. Hon var í USA í 1984 og í Suður Korea í 1988. Í Soeul í 1988 gjørdist besta hálið hjá føroyingum higartil í paraolympisku leikunum. Katrin Johansen, Kristina Næs, Tóra við Keldu og Jóhan Samuelsen vóru tá í ferðalagnum og fleiri heiðursmerki vórðu tá í viðførinum. Eisini okkurt av gulli. Katrin er tí væl egnað at venja tær báðar genturnar, sum eisini hava Katrin sum fyrimynd og sammeta seg við Katrin, tá hon var á teirra aldri. Katrin skal eisini vera lærari hjá teimum í tær fimm vikurnar, tær eru burtur úr Føroyum. Væl fyrireikaðar 15 ára gamla Esther G. Hansen er úr Havn, og 14 ára gamla Heidi Andreassen er av Eiði, og hon hevur tí verið noydd at ferðast til Havnar at venja. Esther hevur ein lammaðan arm, meðan Heidi hevur klumpføtur. Tær hava tikið lut í fleiri kappingum uttanlands. Í juni vóru tær í Sheffield í Onglandi og í januar varð leiðin løgd til Hollands. Eisini hava tær verið við í EM í 1999 og Malmø Open. Tær eru tí vanar við at kappast á høgum støði. Eisini hava tær havt møguleikan at svimja í 50 metra hyljum uttanlands. Tað er ein fyrimunur, at tær hava roynt hyljar, sum eru 50 metrar til longdar, tí tað ber ikki til her heima. Umframt tað serligu venjingina hjá Katrin, svimja tær báðar í Havnar Svimjifelag, og tær hava eisini vunnið okkurt heiðursmerki í føroyameistaraskapinum. Tað er eisini neyðugt at vera í góðari venjing, tí tær skulu vera við í seks kappingum hvør. Esther skal svimja 200 m blandað, 50 m og 400 m frí, 100 m bringu, 100 m firvald og 100 m rygg. Heidi skal svimja 100 m firvald, 100 m rygg, 200 m blandað og 50, 100 og 400 m frí. 100.000 áskoðarar Setanin verður 18. oktober, og leikirnir enda 30. oktober. Tær føroysku genturnar fara fyrst til Brisbane í nakrar vikur, har tær skulu venja við norðurlendskum svimjarum. Tá tað føroyska flaggið verður borið inn á leikvøllin við setanina, verða 100.000 fólk, sum sita á áskoðaraplássunum og hyggja. 4000 ítróttarfólk verða við á leikunum, meðan eini 3000 hjálparar, venjarar, læknar og onnur eisini verða til staðar. Genturnar velja at taka hetta sum eina stóra uppliving, og á tíðindafundinum fingu tær tey ráð frá Jóhan Samuelsen úr ÍSB, at tær skulu hugsa sær, at tær enn eru í Gundadali og gloyma alt stásið og teir túsund áskoðararnar á sitiplássunum. Tær hava einki at tapa, tí hetta er fystur ferð, tær eru við, og tí liggur als einki trýst á teimum. Johan fastur maður í OB AGF varð eyðmýkt í Århus, og avloysarin hjá Toda Jónsson skoraði fýra mál, tá FCK gjørdi sína skyldu Vanliga plaga tað at møta umleið eitt hundrað fólk upp, tá Vejen, sum spælir í einari av jysku deildunum í Danmarksseriuni, dystast á heimavølli. Steypadysturin ímóti FCK var longu klokkan 16.30 seinnapartin mikudagin, men kortini møttu ikki færri enn 2.630 áskoðarar upp. Tey vóru komin fyri at síggja FCK stjørnurnar spæla, men sjálvandi vónaðu tey flestu, at teirra lið fór at standa fyri einari av stóru sensatiónunum, sum av og á koma fyri í steypakappingum. Men soleiðis gekk tað als ikki. FCK vann 5-1. Superliguliðið var sera sannførandi, og teir vóru frammanfyri 5-0, áðrenn heimaliðið í 86. minutti fekk loyvi at pynta um. Todi Jónsson var ikki við í Vejen. Roy Hodgson hevði gjørt av, at Todi og onkrir aðrir av føstu monnunum - eitt nú Zuma og Niclas Jensen - skuldu vera eftir í Keypmannahavn og hvíla, so teir vera heilt væl fyri, tá FCK sunnudagin skal til Silkeborg. Meðan Todi Jónsson var skaddur, fekk Thomas Thorninger møguleikan ytst á miðvøllinum í vinstru. Tá gjørdi hann einki serligt um seg, men mikudagin lá væl fyri. Thomas Thorninger skoraði fýra av teimum fimm FCK málunum. Tað gjørdi hann í 11., 44., 65., og 83. minutti. David Nielsen var ein av teimum, sum fekk møguleikan hesa ferð, og hann skoraði triðja FCK málið í 53. minutti. Johan fastur maður Tá Johan B. Hansen fyrst í mánaðinum var í Føroyum í sambandi við landsdystin ímóti Slovenia, hevði hann ongantíð verið ímillum teir fyrstu ellivu í OB. Nú tykist tað av álvara at ganga undan hjá verjumanninum. Sunnudagin var hann á OB liðnum í Parkini ímóti FCK - í OB halda teir, at hann stóð seg sera væl - og mikudagin var hann aftur á liðnum í lokaluppgerðini ímóti B1909. Hóast B1909 er í 2. deild, so var áhugin á Fyn størri enn fyri øllum hinum steypadystunum. 6.053 áskoðarar møttu upp , og teir vóru vitni til, at OB beinanvegin setti tingini upp á pláss. OB skoraði í 9. og 13. minutti, og so var alt avgjørt. Sigurin varð sligin rimmar fastur í næstsíðsta minuttinum. Í Odense gjørdu teir undan dystinum nógv burturúr hagtølunum, sum søgdu, at OB og B1909 tríggjar ferðir áður høvdu dystast í steypakappingini. Serliga áhugavert søgdu teir tað vera, at allar tríggjar ferðirnar er vinnarin komin í finaluna. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at hilnast í steypakappingini hjá Johan B. Hansen og OB. AGF eyðmýkt Óli Johannesen og AGF vóru á útivølli á Riisvangen stadion í Århus. Tað gongur á allan hátt av skriðuni hjá AGF, og tað sást aftur í steypadystinum, sum teir taptu 1-0 ímóti lítlabeiggjanum, FC Aarhus. Hetta liðið er aftast í 1. deild, og sigurin mikudagin var tann fyrsti í hesum kappingarárinum. Ósigurin hjá AGF var tann sætti á rað, og hetta var triðja ferðin á rað, at teir taptu við einum máli. AGF hevði alt spælið. Í 1. hálvleiki høvdu teir fimm púa upplagdar møguleikar, og í 2. hálvleiki høvdu teir tríggjar hundrað prosents møguleikar. Men mitt í 2. hálvleiki skoraði FC Aarhus, og tað var nóg mikið. Um tað ikki eydnast at venda fíggjarligu gongdini í AGF, so fara teir á heysin. AGF hevur heitt á býráðið í Århus um at hjálpa teimum, men í fyrradagin svaraði býráðið, at hetta fór ikki at bera til. Býráðið helt, at um teir fóru at hjálpa AGF, so kundu allar fyritøkur í Århus, sum standa illa í tí, venda sær til býráðið og við góðum rætti rokna við at fáa hjálp og stuðul. Fíggjarliga óskilið í AGF er framvegis stórt, og nú verður møguleikin fyri at teir missa sessin í fremstu deildini nevndur heilt ofta. Mánakvøldið kemur botnliðið úr Haderslev at spæla í Århus. Um AGF ikki vinnur tann dystin verður leikliga kreppan fullkomin, siga teir í AGF. Jákup og teir uppí Í dag verður lutur kastaður um, hvussu liðini skulu hittast í fimta umfarinum í steypakappingini. Tá vera Herfølge og hini liðini, sum higartil ikki hava tikið lut í DONG Cup, við í hattinum. Umframt AGF er eitt annað superligulið liðugt í steypakappingini. Tað er botnliðið Haderslev, sum mikudagin á útivølli tapti 2-0 ímóti Ballerup. Tað var sera óvæntað, tí Ballerup spælir í Danmarksseriuni. FCM vann 5-1 á útivølli ímóti Fremad Amager, Vejle vann 2-1 í Brønshøj, og Horsens vann eftir brotssparkskapping 4-2 ímóti Frem (eftir vanliga leiktíð var einki mál komið). Esbjerg vann 2-1 á Køge, og so noyddist Danmarksseriuliðið Døllefjelle Musse at lúta. Teir taptu á heimavølli 2-0 ímóti 2. deildarliðnum Holsterbro. Fongin við sær leiða Teir komu í fylgi, leiðandi ein og tveir hornaseyðir, oman at lendingini á Slættanesi. Sandavágsmenn høvdu verið í Vestaru Skor eftir seyðunum, sleptir vórðu í vár. Seyðirnir sýntust vera í hampiligum standi, og menn vóru fróir Fimtan komu aftur av teimum seytjan hornaseyðunum, sleptir vórðu í Vestaru Skor í vár. Og tað rokna menn sum eitt sámiligt úrslit. Tí ikki er óvanligt, at okkurt fer fyri bakka í slíkum støðum. Boðini komu einar fjúrtan dagar, áðrenn lagt varð til at fara. Sosialurin var við og slepti út, so rímiligt var, at boðað varð at koma eftir teimum eisini. Avrátt veður so at fara fríggjamorgun. Menn gera seg til reiðar. Bond og onnur útgerð verða funnin fram, og matpakkarnir gjørdir klárir. Avrátt verður at møtast klokkan sjey. Tá farið verður eftir seyði í skorunum norðanvert Slættanes, verður vanliga siglt av Oyrargjógv norður á Slættanes. So bátar skuldu eisini gerast klárir til ferðina. Tríggir máttu teir vera, varð hildið, tí eingi óráð skuldu takast fyri. Seyðirnir kundu væntast at vera bæði størri og tyngri, enn tá teir fóru út í vár. Alt varð gjørt til reiðar, og møtt varð trúliga upp fríggjamorgunin, hóast hann stóð hóttandi við regni, sum ikki boðaði frá góðum. Og tað var eisini beinanveg greitt, at í dag fór ikki at verða farið nakran veg. Soleiðis varð, og menn fóru aftur hvør til sítt dagliga arbeiði. Men við boðum um at møta á sama stað um somu tíð í morgin. Leygarmorgunin vórðu líkindini góð, og farið varð avstað. Bátarnir vórðu flotaðir, og útgerð og menn fingin í. Síðan varð siglt norður við landinum, har teistar og æður damlaðu so lystiliga í kyrruni, meðan seyður, sum komin var at eta tara, hugdi dølskliga at okkum, sum vit fóru strúkandi norður við. Fyri Ørgusgjógv liggja boyur, og spurt verður, hvat hetta er. Jú, veit onkur at siga, her skal alibrúk leggjast. Summir undrast. Hetta liggur í streymasjógvi, halda teir, so okkurt nýtt man vera komið, síðan til ber at ala her. Tosað verður norður eftir, um líkindi munnu vera at fara í Flatirnar eftir tveimum seyðum, har ganga. Tað er ein torva fyri norðan. Undir Vestaru Skor, har bert slepst til frá sjónum. Nei, halda menn, tað er ov óslætt norðan fyri Tangan til, at farið verður í dag. So lagt verður at á Slættanesi. Men loypa á land og taka kvikir bátin flóðfrían. Flóðin er uppi, og eitt lítið sindur er at í sjónum, so hann verður drigin so langt niðan, sum til ber, og fanglínan gjørd føst. Vit eru í seinasta bátinum, og allir samlast við rættina. Onkur fær sær ein bita at ganga uppá, meðan aðrir bara tosa um líkindi, og hvussu man vera vorðið í skorini. Hvussu nógvir munnu fara at koma aftur og so framvegis. Menn hava verið og hugt, og vita at siga, at tað vóru bara fimtan at síggja. Tveir manglaðu, siga teir frá. Hugsað verður um, hvørt tann frammorreyði, sum eg hevði ábyrdina av, tá slept varð, man vera farin. Spennandi verður at vita. Eigarin er heldur ikki heima í dag, so aftur nú liggur líkasum ein skylda at taka sær av honum, um hann kemur aftur. So verður farið til gongu. Teir ganga hart, teir ungu baksararnir. Spentir eru teir at vita, hvussu til stendur. Teir eldru smæða seg ikki burtur heldur, Elsti maður í ferðini er 75 ár, og kortini millum teir løttu á føti. Her eru, sum vera man, flestir eigarar við. Tó er onkur til skips. Ein er á mentanarferð við løgtingsnevnd uttanlands og hevur vikar fyri seg. So eru tað blaðmaðurin og ein advokatur úr stórbýnum, sum er við fyrstu ferð. Ikki tí, onkur royndur hagamaður vestaneftir er eisini við fyrstu ferð. Heldur tað verða stuttligt at uppliva hetta, hann so ofta hevur hoyrt brøðurnar, og nú eisini synirnar, tosa um. Gingið verður niðan Grøvina og at garðinum, har tað eftir gomlum siði verður hvílt. Eitt skip stevnir inn á Vestmannaflógva. Stórt skip, tó eingin risi kortini. Tað rekur hart fram við Vestmannalandinum, og hann fer tætt undir Múlanum og fær alla streymin beint á kroppin. Menn semjast um, at tað er eitt amerikanskt ferðamannaskip, sum plagar at vitja her á sumri. Onkur nevnir tað við navni. Tá tað rullar upp á tað mesta, verður tikið til, at nú hvølvast teir dýru whiskeydroparnir í salongini. Jú, hann fær mótstøðu og tøvir eitt sindur har fyri Múlanum, men heldur tó ferðina inn Flógvan. Og vit fara aftur til gongu. Nú verður ikki steðgað á aftur fyrr enn við steinin á Skoradali. Tað fer at kennast úr honum, meðan vit sita við steinin, men eingin nevnir nakað um at venda aftur fyri tað. Hann fer at koma vestaneftir, tosa teir, og so verður turt. Soleiðis siga teir, sum kenna líkindini, og tað verður ikki hildið annað, enn at vit fara inn í skorina, tá klárt er. Ein biti verður fingin niðurum, og ryggsekkir og tað, sum ikki er neyðugt at bera við, verður lagt eftir. Enn sum fyrr halda menn gamlan sið og hava eina stilla løtu, har hvør við sær sjálvum sigur tað, hann heldur vera fyri neyðini, áðrenn farið verður um upsina. Men leggjast fram eftir grúgvu, onkur verður sitandi á einum steini, meðan aðrir bara verða standandi við samanløgdum hondum. Onkur tekur húgvuna av høvdinum, meðan tað í stillum verður biðið Farðirvár. So verður farið. Teir royndu ganga bragdliga, meðan nýbyrjararnir eru eitt sindur meira varnir. Um fyrsta ryggin er smegið, og lítið undirlendi er. Tað sæst beint í kolbláan sjógv, so her kylir eitt sindur í kjøtið. Men allir halda fram, og komnir inn í Eystaru Skor, sum vit skulu ígjøgnum, fyri at náa teirri vestaru, eru heilt gott at ganga, og tað líður væl eftir. Tað regnar nú rættiliga illa, og tað verður borið skjótt at, tá komið er at rættini í gjónni, sum skilir skorarnar báðar. Ein maður verður eftir at ansa eftir, at seyðirnir ikki fara upp í gjónna, men beint í rættina. Hinir fara um næsta ryggin. Og har møta vit beinanveg teimum fyrstu seyðunum, sum halda undan vestureftir. Menn eru spentir. Teir telja níggju, so nú mangla seks til at verða fimtan, sum teir vistu av seinast, teir vóru og hugdu. Teir kanna skundisliga eftir, hvør man eiga, og onkur er beinanveg rættiliga errin av at staðfesta, at hansara sæst burtur úr í stødd. Og jú, tann frammorreyði er við í fylginum, so vónir eru fyri, at hann kemur aftur. Men so eru teir varugir við, at har ganga tríggir seyðir í einum kjálka undir hamrinum, rásin liggur yvir. Tað var verri, tí har plaga teir ikki at fara. Teir hava ongantíð verið har niðri fyrr, siga teir, sum kendir eru. Ivansamt er, hvussu er at koma niður, og skjótt vísir seg, at eitt band er best at hava á sær. Onkur hevur eitt hampiliga langt bakkaband, sum røkkur, so teir fara tveir mans niður. Jú teir sleppa undir seyðirnar og royna at fáa teir upp sama veg, sum menninir fóru niður, men hóast fleiri royndir eydnast tað ikki. Avrátt verður so, at tríggir skulu niður aftrat. Men nú hendir tað, at seyðirnir fara inn í ein mjóa ytst á eggini, og teimum, sum sita við í erva, tykist, at haðani koma teir ikki aftur. Tað sær út til, at teir fáa ikki vent. Men ein av monnunum, sum niðri er, er sera lagaligur og dugir væl at fara at. Hann fer niður um seyðirnar, og menninir í erva ógvast. Men hvussu er og ikki, fær hann við stavinum potað so mikið undir tann aftasta seyðin, at hann vendir, og brátt eru hinir báðir aftaná. Teir rista við høvdinum í erva. At hatta skuldi bera til, høvdu teir forsvorið. Men allir koma upp aftur við lagaligheit. Bæði seyðir og menn. Tá teir eru komnir uppaftur, tekur ein til, at har vóru báðir hjá løgtingsmanninum uppií. Hann situr í Íslandi og hugnar sær upp á landsins besta, meðan vit seta lívið í veð fyri hansara seyð. Nú skyldar hann okkum eitt ball afturfyri! Men her er ikki at bíða. Hinir seyðirnir eru farnir vesturum, og tríggjar hava vit ikki sæð enn. Men komnir vestur á vestasta ryggin, síggja vit teir oman fyri okkum, og lagið batnar alsamt. Eitt lop hevur verið í summar, og farvegurin sæst týðiligur eftir tí. Eitt øgiligt skil, heldur ein av fullveldismonnunum. Við hetta lag verður einki land eftir til loysingina. Nú gongur skjótt. Tað gongur sum fótur í hosu at fáa teir eystur eftir rásini, og steðgað verður ikki á, fyrr enn allir eru í rættini. At binda í og leiða upp gongur bæði skjótt og væl. Tann frammorreyði verður bundin í bakkabandið, og fær langt boð beinanveg. Hann er kvikur og fer skjótt undan. Onkuntíð eitt sindur tvørur á vegnum, men kemur rímiliga væl upp á Skoradal, har hann verður bundin við steinin, meðan hvílt verður. Meðan menn rinda møðina og fáa sær ein bita, verður dúgliga mett og reypað. Eitt sindur misjavnir á máli um, hvør eigur tann størsta. Fleiri vilja halda sín verða bestan, men semja er skjótt um, at tann frammorreyði er tann minsti, sum komin er aftur. Tað skal tó ikki skilja okkum Tað hevur regnað av grimd alla tíðina, vit hava verið inni í skorini. Men ikki eru vit meira enn setstir at fáa okkum aftur á Skoradali, tá tað slítur í, og vit sita knappliga í besta summarveðri. Jú, skjótt er Harranum um. Nú fór deknurin á Sangsteini, sigur ein av monnunum, tá elsti maðurin í ferðini hevur latið ryggsekkin aftur og flytir seg á ein lítlan stein í miðari rúgvuni at sita. Hann byrjar at syngja. Tvey takkarørindi úr kendum sálmi sum tøkk fyri, at ferðin gekk væl, og allir eru komnir aftur í øllum góðum. Tá sungið er verður farið aftur til gongu. Nú gongur skjótari hjá summum enn hjá øðrum, men allir hópast tó aftur við garðin oman fyri Slættanes. Har verður aftur steðgað á, áðrenn farið verður beina leið oman til bátarnar. Oman gjøgnum bøin verður skemtað og trivið í okkurt kvæðaørindi. Men tá onkur sambandsmaður heldur, at vit eiga at syngja >>Kong Christian<<, øtast fullveldismenninir, og mikil gleimur verður av tí orðadrátti, nú stendst av. Heimferðin gekk upp á stás, og komnir aftur til Sandavágs, verða allir seyðirnir savnaðir mitt í bygdini til almenna skoðan og metan. Og áhugin er stórur ein slíkan dag. Menn koma at handla og meta um, og skjótt er semja um ein ávísan veðr, sum teir meta vera tann stívasta. Men tíðliga er. Ikki meira enn hálvur september, og flugurnar ikki heilt dovnaðar. So ikki verður hugsað um at fletta enn. Nei, teir fáa nakrar dagar aftrat á ymsum træðum heima í bønum, har teir nú ganga og hugna sær á góðum, sevjumiklum eftirgróðri, til mikkjalsmessan er farin afturum. U 16 landsliðið úttikið 18 leikarar eru úttiknir til U 16-landsliðið, sum fer av landinum sunnudagin Jákup Mørk Liðið, sum skal luttaka í undankappingini til EM, fer úr va'gunum nú sunnudagin, og longu týsdagin verður fyrsti dysturin á ferðini, tá Føroyar skulu spæla móti Hvítarusslandi. Hósdagin verður dystur móti vertslandinum, Holland, og leygardagin verur so seinasti dysturin hjá føroyingum, og verður hesin móti Íslandi. Teir 18 leikararnir, sum hava fingið landsliðsboð eru: Sámal J. Samuelsen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen EB/Streymur, Arnfinn í Bartalsstovu GÍ, Áki Petersen, Hanus Eliasen ÍF, Eli Thorsteinsson, Rani D. Christiansen, Bjarni Jørgensen, Rókur F. Jespersen HB, Ingi Højsted, Mortan Johannesen B36, Aksel Petersen, Jann Ingi Petersen B68, Rasmus Nolsøe TB, Magnus Skoralíð LÍF, Andy Olsen, Bjarki Danielsen NSÍ. Við í ferðalagnum eru eisini Jógvan Martin Olsen, Mathias Davidsen Pætur Clementsen, Fanny Kruse og Jón Harald Poulsen. FCK skal spæla í Brøndby Og Herfølge skal spæla steypadyst á útivølli ímóti FCMidtjyllandi Nú er tað greitt, hvør skal spæla ímóti hvørjum í áttandapartsfinalunum í donsku steypakappingini. Lutakastið lagaði tað soleiðis, at Todi Jónsson og FCK skal spæla á útivølli í Brøndby. Síðst hesi bæði stórfeløgini í høvuðsstaðnum hittust í steypadysti var Kristi himmalferðardag í 1998. Tá vann Brøndby finaluna í Parkini 4-1. Fleiri enn 40 túsund áskoðarar vóru og hugdu at. So nógvir áskoðarar fara ikki at møta upp í Brøndby mikukvøldið 8. november, men í donskum fjølmiðlum er eingin ivi um, at hetta verður mest áhugaverdi dysturin í fimta umfarinum. Jákup Mikkelsen og hinir í Herfølge skulu til Jyllands, har mótstøðuliðið verður nýggja felagsliðið hjá Ikast og Herning. Tað eitur FC Midtjylland. Hetta liðið er á triðja plássi í superliguni. Tað boðar frá, at uppgávan hjá Herfølge verður ivaleysa stór. Johan B. Hansen og OB skulu eisini spæla á útivølli. Teir skulu um brúnna um Lítla beltið og norður til Viborg. Hinir dystirnir eru hesir: Vejle-AB, AaB-Silkeborg, Ballerup-FS Aarhus og Holsterbro-Esbjerg. Tað er ikki greitt enn, hvør skal spæla síðsta dystin. Horsens skal hava heimavøll. Gestirnir koma úr B93 ella Lyngby. Tey bæði keypmannahavnarliðini skulu spæla komandi mikukvøld. jh Uni og teir tola ikki at tapa Ísland: Sigur í steypafinaluni skal bjarga kappingarárinum bæði á Akranesi og í Vestmannaoyggjunum Í morgin fer Uni Arge á tjóðarvøllin hjá íslendingum, Laugardalsvøllin í Reykjavík, at spæla steypafinalu. Mótstøðuliðið hjá ÍA er ÍBV úr Vestmannaoyggjunum. Felags fyri bæði liðini er, at tey eru sigursvand, og at hvørki teirra er nøgt við endastøðuna í landskappingini. Bæði liðini hava vunnið meistaraskapin fleiri ferðir, og bæði liðini hava vunnið steypakappingina fleiri ferðir. Endastøðan í landskappingini í ár bar hvørki hjá ÍA ella ÍBV pláss í Europa Cup við sær. Tí stendur serliga nógv upp á spæl í morgin. Felagið hjá okkum vil so fegið vera við í Europa Cup. Tað vilja teir í ÍBV eisini. Tað er greitt frammanundan, at bara annar parturin fær gjørt dreymin til veruleika, og vit ætla okkum at vinna. Hetta sigur Uni Arge, sum eisini komandi kappingarár hevur sáttmála við felagið í Akranesi. At spæla finalu á Laugardalsvøllinum er ikki ókent fyri Una. Í 1998 vóru hann og Jens Martin Knudsen partur av Leifturs liðnum, sum tapti 2-0 ímóti júst ÍBV. Ta ferðina hildu vit okkum hava møguleika at vinna. Men vit mistu ein mann, tá ein hálvur tími var farin, og so taptu vit 2-0. Í ár verður ÍBV mett at vera lítil favorittur. Men alt skal avgerast ein og sama leikdag, so alt kann henda. Nógvar royndir Akranes var í finaluni í fjør, men tá taptu teir ímóti KR. Annars hevur Akranes stolt steypahagtøl at vísa á. Teir vunnu finaluna fyrstu ferð í 1978. Síðani tá hava teir vunnið seks ferðir: í 1982, 1983, 1984, 1986, 1993 og í 1996. Fyrsta finalan var í 1960, og tað royndist illa nógvu tær fyrstu ferðirnar, Akranes var í finaluni. Teir taptu átta ferðir, áðrenn tað í 1978 eydnaðist at vinna: í 1961, 1963, 1964, 1965, 1969, 1974, 1975 og í 1976. ÍBV hevur eisini verið í nógvum finalum, og viðurskiftini líkjast rættuliga nógv í Vestmannaoyggjunum og á Akranesi. Íslendsku fjølmiðlarnir tosa ofta um eyjamenn og skagamenn, og fótbólturin hevur nógv at siga í báðum støðunum: Hvat fólkatalinum viðvíkur, og tá tað snýr seg um áhugan fyri fótbólti og fiskivinnu, minnir Akranes nógv um tað, sum plagar at verða sagt um Klaksvíkina. Eg havi skilt, at tað er á sama hátt í Vestmannaoyggjunum. Nógv higani av plássinum koma til Reykavíkar at stuðla okkum, og nógv úr Vestmannaoyggjunum fara at stuðla teirra liði. Tey rokna við, at áskoðaratalið fer at liggja millum fýra og fimm túsund, sigur Uni Arge. Soltið kappingarár Í heyst hevur Uni Arge verið sera væl fyri. Bæði á landsliðnum og í Íslandi, har hann hevur skorað fleiri avgerandi mál: Eg havi spælt fótbólt í nógv ár, og eg havi verið heppin soleiðis at skilja, at eg ongantíð áður havi verið langtíðarskaddur. Tað havi eg verið í ár, og tað hevur kenst rættuliga frustrerandi, sigur Uni Arge, sum var burtur frá fótbóltinum í tíggju vikur. Nú er finalan á skránni, og um tað eydnast okkum at vinna, so fer alt annað í bakgrundina. Mín uppgáva er at skjóta mál í ÍA. Eg kenni ikki, at eg havi havt møguleikar at skorað tey málini, sum eg hevði vónað, og sum tey í felagnum høvdu roknað við. Men finalan er ein einastandandi møguleiki, heldur Uni Arge. Tey seinnu árini hevur ÍA liðið síðsta samdøgurið undan finalunum hildið til á einum gistingarhúsi í Hveragerði. Tað gera teir eisini hesa ferð. Ferðin av Akranesi og til Reykjavíkar tekur einar 40 minuttir. Tá verður ferðast gjøgnum tunnilin undir Hvalfirði. Í dag fara Uni Arge og liðfelagarnir henda túrin. Í morgin fara nógv viðhaldsfólk av Akranesi sama veg. Vónin hjá teimum øllum er, at tey sunnukvøldið kunnu fara til hús aftur við steypinum og atgongumerkjunum til UEFA Cup. Tað hevði verið fantastiskt, sigur Uni Arge, sum mánadagin kemur til Føroya. Hann ætlar at gera nógv við venjingina, so hann verður væl fyri, tá landsliðið um tvær vikur fer til Sveis og Jugoslavia. jh Lítil arbeiðsbólkur kanna bústaðartørvin Síðan fær bólkurin eisini álagt at kanna og koma við einum tilmæli um, hvat ið kann gerast til at bøta um bústaðarmøguleikarnar hjá føroyskum ungdómi í útbúgving, sigur Torbjørn Jacobsen Katrin Dahl Jakobsen spurdi herfyri um menmtamálaráðharrin visti, hvussu stórur bústaðartørvurin er hjá teim lesandi, og Torbjørn Jacobsen, sigur í svarinum, at tað kemur valla óvart á nakran, at trupuilleikar av hesum slagi skuldu stinga seg upp, eftir sum gongdin hevur verið í samfelagnum hesi seinnu árini. Boomið í fólkavøkstrinum í Tórshavn og í miðstaðarøkinum annars hevur sjálvsagt havt tað við sær, at húsa- og leiguprísirnir eru hækkaðir, hetta er bara tað sama sum hendir aðrastaðni, har ið javnvágin ímillum útboð og eftirspurning skeiklast. Sum viðurskiftini nú eru vorðin, man tað ikki vera langt av leið, at eitt kjallarakamar í Havn kann hýrast fyri sama kostnað sum eini heil hús á Tvøroyri, í Klaksvík ella í Fuglafirði. Útjaðarapolitikkurin hjá samgonguni skal ikki skiljast sum ein roynd at lækka húsa- og leiguprísirnar í Havnini, men verður hetta ein avleiðing av útjaðarapolitikkinum, tá hava vit vunnið tvær flugur fyri slagið, sigur Torbjørn Jacobsen. Altjóða Skrivstovan Viðv. spurninginum um vandan við at verða tvungin út á privata marknaðin og kanska eisini flyta av landinum, sigur mentamálaráðharrin, at tað sær út til at Danmørkin er spyrjarans Mekka, hvat ið viðvíkur útbúgvingum. Í fyrsta lagi er tað ætlan samgongunar at broyta hesi viðurskifti, og vænta vit at Altjóða Skrivstovan, ið er undir uppsigling, fer at menna altjóðagerðina av okkara ungdómi munandi,. Í øðrum lagi ljóðar tað ikki betri enn væl frá bústaðarmøguleikunum í Danmark heldur, so orsøkin til at draga hendan møguleikan fram sum eina oasu, úr sosialdemokratiska hugarenslinum, er ring at fáa eyga á, sigur Torbjørn Jacobsen. Lítlan arbeiðsbólk Viðv. spourninginum um at bøta um viðuskiftini, sigur mentamálaráðharrin, at hann ætlar sær at seta ein lítlan arbeiðsbólk, ið fær sum arbeiðssetning at staðfesta, hvussu stórur tann aktuelli tørvurin er. Síðan fær bólkurin eisini álagt at finna útav og at koma við einum tilmæli um, hvat ið kann gerast til at bøta um bústaðarmøguleikarnar hjá føroyskum ungdómi í útbúgving. Henda kanning skal fevna um alt landið, eisini fyri at finna útav, hvussu møguleikarnir verða hjá framtíðarnæmingum, ið skulu húsast har ið útbúgvingarstovnar eru og í framtíðini verða lagdir av nýggjum úti um landið, svarar Torbjørn Jacobsen m.a. Annars verður upplýst í svarinum, at Næmingaheimið undir Fjalli hevur 36 búpláss, Studentaskúlaheimið á Berjabrekku 16 búpláss, Búdeildin á Føroya Studentaskúla 12 búpláss og Skúlaheimið við Marknagilsvegin 90 búpláss. Umhugsar at venda sær til altjóða búskaparstovn Landsstýrið hevur til fánýtis um donsku stjórnina roynt at sett seg í samband við NATO í sambandi við kanningar viðv. framtíðar trygdarpolitikki Føroya og umhugsar at venda sær til altjóða búskaparstovn um meting av føroyskum sjálvberandi búskapi Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen, andstøðuleiðararnir, settu herfyri løgmanni fleiri spurningar í sambandi við tiltikna ST brævið. Og nú hevur løgmaður Anfinn Kallsberg so svarað teimum 7 spurningunum. Viðvíkjandi spurninginum, hvør tók stig til at senda brævið, sigur løgmaður at landsstýrismaðurin í sjálvsstýrismálum Høgni Hoydal tók stig til at kanna mannagongdina fyri, tá ST luttekur sum 3. partur í samráðingum. Viðv. spurninginum, hví uttanlandsnevndin ikki er kunnað um hetta brævið, svarar løgmaður at málið kemur ikki undir ásetingarnar í grein 54 í Stýrisskipan Føroya. Hinvegin er uttanlandsnevndin kunnað um, at landsstýrið ætlar at kanna mannagongdir fyri, tá 3. partur kemur upp í samráðingar av hesum slag. Og hví brævið ikki er undirskrivað av løgmanni, sigur løgmaður, at tá fyrispurningar og spurningar um mannagongdir verða fyrireikaðir av umsitingini, er brævið undirskrivað av rætta viðkomandi, nevniliga einum embætismanni. Tøkniligur spurningur Viðv. spurninginum, hví brævið verður sent, tá løgmaður í Útvarpinum 23. august 2000 viðgongur, at ætlanin sjálvandi ikki er, at ST skal leggja upp í samráðingar, og at hetta heldur ikki letur seg gera, um ikki eisini danska stjórnin ynskir tað, svarar løgmaður, at her er ikki talan um nakra andsøgn, tí í brævinum verður ikki heitt á Sameindu tjóðir um at leggja upp í samráðingarnar. Talan er einans um ein fyrispurning av tøkniligum slagi viðvíkjandi upplýsingum um mannagongdir, tá ið Sameindu tjóðir og/ella stovnar tess luttaka sum triði partur í altjóða samráðingum. At enda spurdu Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen, um landsstýrið hevur sett seg í samband við aðrar altjóða felagsskapir hesum máli viðvíkjandi, og løgmaður sigur at Landsstýrið hevur ikki sett seg í samband við aðrar altjóða felagsskapir hesum máli viðvíkjandi. Landsstýrið hevur tó til fánýtis um donsku stjórnina roynt at sett seg í samband við NATO í sambandi við kanningar viðvíkjandi framtíðar trygdarpolitikki Føroya og umhugsar at venda sær til altjóða búskaparstovn um meting av føroyskum sjálvberandi búskapi, svarar Anfinn Kallsberg teimum báðum andstøðuleiðarunum. Lesandi skulu gjalda tað sama fyri ferðing Strandfaraskip Landsins og Stuðulsstovnurin hava gjørt eina avtalu um at umleggja skipanina við ferðaískoyti til tey lesandi Heini O. Heinesen setti táverandi samferðslumálaráðharra tveir spurningar í fyrispurningi, og nú hevur so tann nýggi samferðslumálaráðharrin Bjarni Djurholm svarað. Viðv. spurninginum, hvussu nógv tey lesandi skulu gjalda, svarar Bjarni Djurholm, at í dag gjalda tey 80 % av vanligum ferðaseðlakostnaði, tá tey ferðast við Bygdaleiðum, og 50 % tá tey ferðast við Oyggjaleiðum. Um so er, at tað er komið fyri, at ferðandi hava goldið ov nógv, kunnu tey venda sær til Strandfaraskip Landsins ella siga frá hjá tí, ið krevur inn fyri ferðaseðlar umborð á skipinum ella í bussinum. Eisini er møguleiki hjá teimum lesandi at keypa sær eitt mánaðarkort fyri 400 kr., ið gevur rætt til fría ferðing við Bygdaleiðum og Oyggjaleiðum millum bústað og skúla. Elektrónisk kort Viðv. spurninginum, hvat takstirnir verða í hesum skúlaárinum, sum nú er byrjað, sigur samferðslumálaráðharrin, at Strandfaraskip Landsins og Stuðulsstovnurin hava gjørt eina avtalu um at umleggja skipanina við ferðaískoyti til tey lesandi. Ein royndarskipan er sett í verk, har meginreglan er, at lesandi skulu gjalda tað sama fyri ferðing millum bústað og skúla, uttan mun til, hvar í landinum tey búgva. Tey lesandi kunnu keypa eitt sonevnt elektróniskt frumkort við 20 túrum aftur og fram millum bústað og skúla fyri 100 kr. Frumkortið gevur harumframt rætt til 20 % í avsláttri á øllum farleiðum hjá Strandfaraskipum Landsins, eisini í frítíðini. Til næmingurin fær frumkortið, tó í seinasta lagi til 1. oktober, kann gjaldast ferðaseðlagjald eftir verandi avsláttarreglum fyri lesandi. Av tí, at talan er um eina royndarskipan, er tað møguligt, at ávísar tillagingar verða gjørdar í skipanini so hvørt, sigur Bjarni Djurholm m.a. í svarinum. Heilsumiðstøð á Strondum Sjóvar Kommuna hevur bygt nýggja heilsumiðstøð, sum samstundis er goymsluhøli og brandstøð Strendur: heilsumiðstøð verður tikin í nýtslu á Strondum fyrsta dagin. Hølini eru liðug og í løtuni verður útgerð hjá læknanum og sjúkrasystrunum sett upp. Nýggja heilsumiðstøðin fer at hýsa læknavitaluhølum, heimssjúkrasystrum og skrivstovuni hjá sjúkrakassanum í Skála læknadømi í ovaru hæddini. `I niðaru hæddini er rúm til brandbilin og brandmenninar at vera í, umframt at kommunan hevur goymsluhøli kjallaranum. Eivind Jacobsen, bygdarráðsformaður, er væl nøgdur við húsini. Sjóvar Kommuna hevur fingið væl burturúr, heldur hann. Samlaði kostnaðurin fyri heilsmumiðstøðina við innbúgvi og allari útgerð fer liggja um knappar tvær milliónir, sum bygdarráðsformaðurin heldur vera væl sloppið. Umstøðurnar vóru einki serligar frammaundan, sigur Eivind Jacobsen. Nógv útgerð hjá kommununi varð hýst í ymsum neystum, umframt at neyðugt var at hava okkurt liggjandi úti. Brandbilurin stóð í einum leigaðum bilskúri. Læknin fær rættiliga nógv betri umstøður, nú tvey nýggj viðtaluhøli verða gjørd. Eisini er góð skrivstova til læknaskrivaran umframt rúmligt bíðirum. WC er bæði vanligt og handicap-wc í bíðirúminum. Av øðrum, sum Sjóvar Kommuna hevur í gongd í løtuni nevnir bygdarráðsformaðurin vatn og kloakkveitingar, sum arbeitt verður við. Kommunan var komin afturút við kloakkini, sigur Eivind Jacobsen. Tað er nú hjálpt munandi upp á tað sigur hann. Vatnveiting arbeiðir kommunan eisini við. Leiðingar eru lagdar, og nýggj byrging verður gjørd til uppsamling. Eisini skal reinsiverk setast upp. Vatnið verður tikið úr keldu, sum gevur rættiliga væl, sigur hann. Hendan íløgan fer at kosta nakrar milliónir, sigur Eivind Jacobsen. Eivind Jacobsen sigur, at Sjóvar Kommuna hevur tosað eitt sindur við teir hinumegin fjørðin, Runavíkar- og Nes kommunur- um at lata teimum vatn, tá á stendur. Eystan fyri er nokk av vatni, sigur Eivind Jacobsen, men trupulleikin har er reinsingin. Tað er eingin trupulleiki, sigur Eivind Jacobsen, at leggaj rør eftir botni tvørtur um Skálafjørðin. Tey verða ikki longri, enn tað, kommunan longu hevur lagt, og so slepst undan at grava tey niður. Nøkur søkk klára tað. Inni á Hulki hevur Sjóvar Kommuna sprongt nakað væl í berginum oman fyri fiskavirkið Vaðhorn. Grótið var nakað leyst, og fyri at tryggja arbeiðsøkið, er ein breið hill sprongd í klettin, soleiðis at tað leysa grótið ikki skal detta niður á arbeiðsøkið. Tað, sum sprongt varð burtur, er brúkt til ífyllu millum Langanes og bátahylin, sigur Eivind Jacobsen, umframt at ein pierur er gjørdur inni á Hulki. Soleiðis fekk kommunan eisini nyttu av hesi reinsingini, sigur hann. Mett varð neyðugt við hesum grótkastinum, tí eitt sindur ófriðaligt var hjá smærri førum at liggja inni við Hulkin á ávísum ættum. Tað er tó ikki bara á Strondum, at vatnveiting verður løgd. Eisini vestan fyri verða lagdar vatnveitingar, sigur bygdarráðsformaðurin. Á Morskranesi verður veiting løgd úr eini keldu norðan fyri bygdina. Eisini Selatrað skal hava nýggja vatnveiting, og mett verður frægast at taka úr somu kelduni, sum Morskranes fær vatn úr, sigur Eivind Jacobsen, bygdarráðsformaður í Sjóvan Kommunu. Edvard Joensen Kvinnur raðfesta øðrvísi Høvdu kvinnurnar verið við í bygdarráðnum í Vestmanna í áttatiárunum, vórðu íløgurnar øðrvísi raðfestar. Hesi árini, kvinnulistin hevur stýrt, hava í stóran mun verið brúkt til at gjalda skuld aftur Vestmanna: valskeið er skuldin hjá Vestmanna Kommunu minkað við 14 milliónum. Tá verandi bygdarráð tók við, var kommunuskuldin fýra álíkningar, meðan hon í dag er góðar tvær. Tó er skattainntøkan vaksin úr 20 til 25 milliónir. Hóast tað hava verið trongar tíðir í Vestmanna, síðan kreppan tók seg upp, er einki fólk flutt úr bygdini av týdningi. Vestmenningar tóku tolnir við tí, sum kom, og stóðu saman um at gjalda tað aftur, teir skyldaðu. Treyðugt so. Onkur fór, men fleiri eru afturkomin. Og arbeiðsloysið hevur ikki verið í Vestmanna, greiða bygdarráðslimirnir Hervør Durhuus og Mia Petersen frá. Vit sita inni á kommunuskrivstovuni í Vestmanna. Har eru bara kvinnur inni. Tvær á skrivstovuni og tveir bygdarráðslimir. Menninir eru í kjallaranum, har ein teirra liggur undir brandbilinum og hjálpir upp á okkurt smávegis. Tá skuldin hjá Vestmanna Kommunu var upp á tað mesta, tóku kvinnurnar seg saman og stillaðu upp á kvinnulista, sum nú hevur stýrt bygdini trý valskeið. Hetta seinasta valskeiðið hevur kvinnulistin havt fýr av sjey bygdarráðslimum. Men tað skal ikki vera, siga Mia Petersen og Hervør Durhuus við ein munn, at nakar skal hava ta fatan, at teir tríggir menninir í bygdarráðnum ikki eru samstarvssinnaðir við kvinnurnar. Hóast teir eru valdir á øðrum lista, hevur samstarvið verið fyrimyndarligt, leggja tær dent á. At afturgjald av skuld hevur verið so høgt raðfest, hevur gjørt, at ávísar íløgur hava verið noyddar at bíða. Tí er neyðugt nú at fara at hugsa um fleiri íløgur, siga tær báðar kvinnurnar í bygdarráðnum í Vestmanna. Íløgukvotan hjá Vestmanna Kommunu verður komandi ár 4,7 milliónir, og tær røkka ikki til alla verðina. Men nógv er at brúka tær til, siga tær báðar. Barnagarðinum hava vestmenningar bíðað leingi eftir. Hann hevur annars verið eitt aðalmál hjá kvinnulistanum, men realistiskar sum tær eru, er hann eisini settur aftur um fyri at kunna gjalda niður. Men nú kemur hann, lova tær. Vestmanna hevur dagrøkt, og har er normeringin hækkað úr 45 til 62 pláss. Eitt annað stórmál er nýggj vatnveiting. Hon er alneyðug, og farið verður undir hana sum skjótast. Tó verður hon ikki gjørd eftir einum ári, siga tær báðar Mia Petersen og Hervør Durhuus. Til tess er hon ov kostnaðarmikil. Einar sjey milliónir vænta tær, hon fer at kosta. Kloakkirnar í bygdini eru ikki í góðum standi. Gamlar, og í støðum eitt sindur viðtiknar. So har skulu brúkast pengar í komandi tíð. Ætlanir eru um vetrarfriðing, sum krevur hegn um alla bygdina. Tað fer helst at kosta út móti hálvari triðju millión, verður mett. Eitt annað mál er at fáa savnað alla heilsutænastuna í kommununi. Sum er eru viðurskiftini ikki góð á tí økinum. Lækni, tannlækni, jarðarmóður og so framvegis eru í Vestmanna. Men trupulleikin er í mongum førum, at hølini, tey hava, eru illa atkomilig. Tær báðar, Mia og Hervør halda ikki, at tað verður neyðugt at steðga nøkrum, fyri at fáa annað framt í komandi valskeiði. Tað er bara at duga at brúka pengarnar rætt, siga tær. Men tað verður stuttligari hjá nýggja bygdarráðnum at taka við, enn tað var hjá tí verandi, eru tær samdar um. Tí tað er lættari at arbeiða við eini skuld upp á góðar tvær álíkningar heldur enn fýra. Men tað er sjálvandi ikki vist, at tær yvirhøvur verða í komandi bygdarráði. Fyrst skulu tær stillast upp og síðani veljast. Eingin endaligur listi er gjørdur, siga tær. Tó leggja tær aftrat, at tær hava bara sitið eitt skeið og hava tí skyldu at taka við vali, um tær verða settar á listan og valdar. Og tær taka aftur í aftur, at tað er bæði stuttligt og spennandi at sita í bygdarráðnum, tá úrslitini eru so sjónsk, sum tey hava verið seinasta valskeiðið. ÓLAVUR Í BEITI Mentamálaráðharrin tilnevnir allar limirnar Mentanargrunnur Landsins verður stjórnaður av nevnd við 5 limum, sum landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum tilnevnir. Tveir av nevndarlimunum og tveir av varalimunum skulu tilnevnast eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya Nú er so kunngerðin um Mentanargrunnur Landsins komin og smb. kunngerðini kann Mentanargrunnur Landsins eftir umsókn stuðla bóka- og fløguútgávur upp til 30% av útgávukostnaðinum. Smb. kunngerðiniu verður Mentanargrunnur Landsins stjórnaður av nevnd við 5 limum, sum landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum tilnevnir. Landsstýrismaðurin tilnevnir 5 varalimir. Tveir av nevndarlimunum og tveir av varalimunum skulu tilnevnast eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya. Nevndin umsitur sjálvstøðugt játtanina á fíggjarløgtingslógini og aðrar inntøkur. Starvsløn Viðvíkjandi starvsløn, so er endamálið við starvslønunum at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði. Starvslønir kunnu verða latnar soleiðis: 1 starvsløn galdandi í 3 ár, 2 starvslønir galdandi í 1 ár umframt starvslønir galdandi í 1 til 6 mánaðar. Starvslønin um mánaðin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1. Nevndin ger sjálv av, hvussu nógvar starvslønir verða latnar, tó skal samlaða útreiðslan til starvslønir fyri eitt játtanarár ikki verða meira enn helmingurin av samlaðu játtanini til Mentanargrunn Landsins. Íverksetanarstuðul Viðvíkjandi Íverksetanarstuðu, so sigur kunngerðin, at endamálið við íverksetanarstuðlinum er at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki. Íverksetanarstuðulin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listararbeiði. Íverksetanarstuðul er á kr. 75.000,- árliga, og verður upphæddin árliga lagað til sambært prístalinum hjá Fíggjarmálastýrinum. Íverksetanarstuðul kann bert latast sama persóni eina ferð og í mesta lagi fyri tvey ár. Viðvíkjandi stuðli til ymiskar verkætlanir og stuðul til vanligt mentanarligt virksemi sum heild, sigur kunngerðin, at hesin verður latin eftir umsókn til Mentanargrunn Landsins. ÓLAVUR Í BEITI Havsbrún keypt >>Saksaberg<< Vit vilja tryggja føroyska tilfeingi á føroyskum hondum, sigur Bergur Poulsen, stjóri í Havsbrún Havsbrún í Fuglafirði átti í felagnum, sum eigur >>Saksaberg<<, men nú hevur Havsbrún so yvirtikið allan partapeningin í PF. Miðalberg. Upprunaliga átti Havsbrún 3 prosent, so hækkaði Havsbrún partapeningin í 10 prosent, og síðan hava hinir eigararnir bara selt meiri og meiri av partapeningin til Havsbrún. Spurdur hvussu nógv endaliga yvirtøkan hevur kostað Havsbrún, sigur Bergur Poulsen, at tað verður ikki upplýst. Misvísandi gongd Men orsøkin til at Havsbrún nú yvirtekur nótabátin >>Saksaberg<< er greið. Bergur Poulsen sigur at gongdin er eitt sindur misvísandi í løtuni, og tí vil Havsbrún tryggja at føroyska tilfeingi er á føroyskum hondum. >>Saksaberg<< fiskar pelagisk fiskasløg og í so máta er eingin broyting farin fram, sigur Bergur Poulsen. Veðrið Lágtrýstið í útsynning úr Íslandi grynnist, meðan lágtrýstið vestanfyri Skotland fer norðureftir. Lágtrýstið við Írland fer í útnyrðing norðan og brúgvalagið haðani verður við Føroyar um vikuskifti. Veðrið í dag: Lot til andøvsgul av útsynningi og suðri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 14 og 17 stig. Seint um kvøldið frískar hann vindin av eystri og regn. Veðrið sunnudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og regn ella mjørki av og á. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið mánadagin: Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og suðri og stundum regn. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið týsdagin og mikudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørki í støðum. Seint mikudagin veksur hann vindin upp í hvassan vind og møguliga regn. Hitin millum 10 og 14 stig. Í gjár: Lágtrýstið í útsynning úr Íslandi grynnist, meðan lágtrýstið vestanfyri Skotland fer norðureftir. Í dag: Lágtrýstið við Írland fer í útnyrðing norðan og brúgvalagið haðani verður við Føroyar um vikuskifti. Ivast í baklandinum Jógvan Mørkøre, bygdaráðsformaður í Hósvík, heldur tað ikki vera rætt, tá Jóannes Eidesgaard sigur, at Javnaðarflokkurin er savnaður í síni støðu til fullveldismálið John Johannessen Baklandið í Javnaðarflokkinum er eftir mínum tykki ikki samt í síni støðutakan til fullveldismálið. Tað eru fleiri, ið halda leiðsluna í Javnaðarflokkinum vera alt ov afturhaldandi í fullveldismálinum. Hetta sigur Jógvan Mørkøre, býráðsformaður í Hósvík, sum í nógv ár hevur verið limur í Javnaðarflokkinum. Men hetta er nú søga. Tí Jógvan Mørkøre hevur fingið nóg mikið av Javnaðarflokkinum og sigur seg nú úr flokkinum. Eg haldi, at Javnaðarflokkurin hevur gloymt allan sosialpolitikkin, hann hevur staðið fyri, og er í staðin farin at brúka alla orku uppá at vera fornermaður inn á fullveldisætlanina. Hesum tími eg ikki at vera við í, ger Jógvan Mørkøre greitt. Meira javnaðarflokkur enn aðrir Javnaðarflokkarnir í Evropa snara seg alt meira móti miðjuni. Men stendur tað til Jóannes Eidesgaard, verður hetta ikki galdandi fyri føroyska Javnaðarflokkin John Johannessen Javnaðarflokkurin skal framhaldandi vera flokkurin hjá fakrørsluni, og samstarvið við verkamannafjøldina skal betrast. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, í sambandi við, at Javnaðarflokkurin í hesum døgum hevur landsfund. Rákið millum hinar Javnaðarflokkarnar í Evropa hevur annars seinstu tíðina verið, at flokkarnir alsamt hava flutt seg meira móti miðjuni. Bretski Labour við Tony Blair á odda er nærmast at líkna við miðflokkarnar í Føroyum, eins og tað sama er galdandi fyri týska SPD við Gerhard Schrøder á odda. Hesir flokkar taka í mongum førum undir við privatiseringum og øðrum politikki, sum vit í Føroyum næstan høvdu kallað borgarligan. Flytir seg ikki Men hóast veljarafjøldin hjá føroyska Javnaðarflokkinum ikki longur bert fevnir um verkafólk, men eisini um væl útbúgvin fólk í góðum starvi, ætlar føroyski Javnaðarflokkurin undir leiðslu av Jóannes Eidesgaard als ikki at førka seg longur til høgru. At flokkurin nú eisini fevnir um væl útbúgvin fólk, ið møguliga eisini sita í stjórastørvum, er eitt úrslit av miðvísa Javnaðarpolitikkinum, sum er førdur síðani flokkurin varð settur á stovn í Føroyum fyri 75 árum síðani, ger Jóannes Eidesgaard greitt. Hendan politikkin heldur Jóannes Eidesgaard framvegis vera neyðugan at føra, skulu tey, sum eru illa fyri í samfelagnum hava møguleika at koma fram. Føroyski Javnaðarflokkurin er meira Javnaðarflokkur enn aðrir Javnaðarflokkar, og tað skulu vit halda fram við at vera, sigur Jóannes Eidesgaard. Men formaður Javnaðarfloksins ásannar tó, at samfelagið í dag setir nýggjar avbjóðingar til politikkin hjá flokkinum. Mugu samstarva Fyri at tað skal bera betur til hjá Javnaðarflokkinum at føra javnaðarpolitikk, heldur Jóannes Eidesgaard tað vera neyðugt at hava neyvt samstarv við fakfeløgini. Vit samstarva við fakfeløgini og fleiri av formonnunum í fakfeløgunum eru limir hjá okkum, men eitt formelt samstarv millum flokkin og fakfeløgini hevði uttan iva verið gott, sigur Jóannes Eidesgaard. Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at í Danmark er neyvt samstarv millum danska Javnaðarflokkin og fakfeløgini gjøgnum LO, sum er ein samfylking av øllum fakfeløgum í Danmark. Í Føroyum er eingin slík samfylking, men Jóannes Eidesgaard vónar, at sjeymannabólkurin hjá fakfeløgunum er ein byrjan til eina slíka fylking, ið kann føra til eitt gott samstarv. Ímóti allari privatisering Hóast bróðurflokkarnir í Evropa alsamt oftari taka undir við privatiseringum og útlisiteringum, er hetta ikki nakað, føroyski Javnaðarflokkurin ætlar sær at taka undir við. Ein og hvør privatisering er ein undirgravan av demokratinum. Privatiseringar taka ræði frá fólkinum, sigur Jóannes Eidesgaard. Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at tingið umboðar fólkið, og tá tingið letur vald frá sær til privat vinnulívsfólk, tá tað privatiserar almennar fyritøkur, tekur tað valdið frá fólkinum. Hóast tað ofta verður ført fram, at stovnar verða riknir betur, tá teir verða privatiseraðir, er Jóannes Eidesgaard ikki samdur í hesum. Tað, sum tað snýr seg um, er at fáa raksturin á almennu stovnunum effektivari, so er nógv vunnið. Og hetta klára vit uttan at privatisera, ger Jóannes Eidesgaard greitt. Landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum er í ár í Læraraskúlahøllini í Havn. Hava kannað fleiri skip Seinasta mánaðin hevur danska sjóverjan undir Føroyum kannað fleiri skip, flutt tvey fólk á sjúkrahús og hjálpt vágafólki við eini granat Danska verjan hevur seinasta mánaðin kannað fleiri útlendsk skip undir Føroyum. Færøernes Kommando sigur í einum tíðindaskrivi, at hesa tíðina hava tað veroð ímillum seks og 30 útlendsk skip undir Føroyum um dagin Mikudagin vóru eitt nú sjey íslendsk, trý fronsk, eitt danskt, eitt enskt og eitt russiskt skip undir Føroyum Og hendan seinasta mánaðin hevur danska verjuskipið Triton kannað eitt franskt skip, trý russisk og tvey ensk skip. Hinvegin hevur vaktarskipið Agpa kannað eitt franskt skip, umframt trý íslendsk skip. Somuleiðis er føroyskt sjóøki kannað við flúgvara, men heldur ikki hesar kanningarferðir hava avdúkað ólógligan fiskiskap. Tvey fólk á sjúkrahús Hendan seinasta mánaðin hevur danska sjóverjan flutt tvy fólk av skipum til lands á sjúkrahús. Bæði fólkini vóru við russiska trolaranum Seymon Lapshenkov. Talan var um eina 57 ára gamla konu, sum hevði innvortis bløðingar og um ein 63 ára gamlan mann, sum hevði trupulleikar við hjartanum. Verjuskipið Hvidbjørnen sigldi ímóti trolaranum, sum var staddur 250 fjórðingar í ein landnyrðing úr Føroyum. Tá ið Hvidbjørnen var nógv nær, fór tyrlan eftir fólkunum og fekk tey umborð á Hvidbjørnen. Har viðgjørdi læknin tey, ímeðan siglt varð ímóti Føroyum. Tá ið Hvidbjørnen var komin nóg nær, fór tyrlan aftur á flog og fleyg fólkini til Havnar, har tey komu á Landssjúkrahúsið. Onki krút í Beint fyri ólavsøku var Færøernes komando vesturi í Vágum. Løgreglan í Vágum hevði boðað frá, at ein lutur, ið minti um eina granat, varð funnin tveir kilometrar sunnanfyri Miðvág. Serfrøðingar frá Færøernes Kommando fóru vestur og teir funnu so útav, at talan var um eina enska tvey tumma granat, men at onki krút var í henni. Øravík aftur á Føroyakortið Sunnudagin verður eitt slag av fólkafundi á gamla tingstaðnum Uppi Millum Stovur í Øravík Nú skal Øravík aftur á Føroyakortið. Øravík er ein gamal, søguligt pláss, men tað eru ikki so nógv, sum geva tí gætur. Men tað ætlar Suðuroyar Kunningarstova nú at gera nakað við. Øravík er í veruleikanum eitt sera forvitnisligt pláss, sigur Jonny Dimon á Suðuroyar Kunningarstovu. Tí heldur hon, at tað er spell, at tað eru so fá, sum geva tí gætur. Í Øravík er m.a. tann gamli tingstaðurin í Suðuroy. Har varð ting hildið í øldir, har alskyns mál, bæði stór og smá, komu til viðgerðar. Tingstovan er í einum gili einans 10 minuttir til gongu frá vegnum. Í gilinum er ein stórur, flatur steinur, sum varð brúktur til tingborð. Kendast av teimum málum, sum vóru fyri á tingið í Øravík, er óivað málið, sum vit kenna aftur úr søgnini um Snæbjørn. Beint við tingstaðin er Rossatindur, har tey, sum møttu á tingið tjóðraðu hestarnar. Í Øravík eru eisini tvey pláss, fólk vórðu avrættað fyri ymisk brotsverk. Har eru Skarpheyggjar, har fólk vórðu hálshøgd og niðri í mølini er Gálgagjógv, har fólk vórðu hongd. Jonny Dimon sigur, at eldri fólk søgdu altíð, at á einum ávísum stað í Gálgagógv var grasið serliga grønt. Har skuldi tey liggja jarðað, sum vórðu avrættað. Fólkafundur í morgin Jonny Dimon heldur, at tað er spell, at fólk ikki kenna meiri til hesi plássini. Fyri at bøta um tað. verður í fyrstu atløgu fólkafundur á gamla tingstaðnum sunnudagin klokkan 14. Har fer Steinbjørn B. Jacobsen, lærari og rithøvundur, at halda røðu. Fólk verða biðin um at hava Songfólk Føroya Fólks við og tað sakar helst onki, um tey eisini hava heitt drekka við sær. Jonny Dimon veit, at hetta er ikki besta árstíðin at hava eitt slíkt tiltak. Tað hevur eisini verið leingi í umbúna, men altíð er okkurt komið í vegin. Og nú má tað so vera. Ætlanin er at møtast úti á Gálganum kl. 14 og so verður farið til Øravíkar, haðani farið verður til gongu niðan í tingstovuna. Annars verða skelti sett upp við vegin, sum vísa fólki á, hvar tingstovan Uppi Millum Stovur er. Ætlanin er eisini at seta skelti upp, sum vísa á onnur søgulig støð í Suðuroy, eitt nú Gálgagjógv í Øravík, Sigmundsgjógv í Sandvík og Havgríms Grøv í Hovi. Friður aftur í Kollafirði Eitt stríð um eina fimm krónu um dagin gjørdi, at verkfallið vardi eina viku longri Nú er arbeiðsfriður aftur í Kollafirði. Tað gjørdust veruleiki klokkan 8.15 í gjáramorgunin. Tá skrivaðu Føroya Arbeiðarafelag og Kollafjarðar Kommuna undir nýggjan sáttmála fyri dagrøktarmammurnar í Kollafirði og samstundis fóru tær aftur til arbeiðis, eftir at hava verið í verkfalli í gott tríggjar vikur. Samstundis vóru eisini samhugaverkføllini hjá Føroya Arbeiðarafelag ímóti Kollafjarðar Kommunu avblást. Sostatt fara øll arbeiðsfólk, sum arbeiða hjá Kollafjarðar kommunu, aftur til arbeiðis. Millum annað ber tað í sær, at nú verður skúlin aftur vaskaður, so nú kann undirvísingin takast upp aftur, eftir at steðgur hevur verið í eina góða viku. Løn ístaðin fyri eftirløn Verkfallið í Kollafirði hevur nú vart í gott tríggjar vikur og samhugaverkfallið hevur vart í góðar 14 dagar. Annars var ein sáttmáli komin undir land seinasta vikuskiftið, men heilt óvæntað førdi ein ósemja um eitt smáttarí við sær, at samráðingarnar slitnaðu. Partarnir vóru annars samdir um lønina. Tað, sum skilti partarnar var spurningurin um eftirløn fyri at hava gestabørn í dagrøkt. Gestabørn eru børn, sum ein dagrøktarmamma tekur í dagrøkt í avmarkaða tíð fyri eina dagrøktarmammu, sum plagdi hava barnið, men sum hevur forfall. Í slíkum førum vildi Kollafjarðar Kommuna ikki lata eftirlønina fylgja við barninum. Dagrøktarmamman, sum plagdi hava barnið, skuldi missa eftirlønina, men mamman, sum hevði barnið í gestarøkt, skuldi ikki fáa hana afturfyri. Hetta vildi Føroya Arbeiðarafelag undir ongum umstøðum góðtaka. Ikki tí, í pengum hevði hetta lítið upp á seg, tí talan er um eina fimm krónu um dagin. Men fyri Føroya Arbeiðarafelag var talan um eitt prinsipp um, at vunnin rættindi verða ikki latin av hondum aftur. Tað varð heldur ikki góðtikið, at tær skuldu fáa minni í løn fyri at hava gestabørn í dagrøkt Tískil helt verkfallið á eina heila viku afturat. Men hóskvøldið fekk Føroya Arbeiðarafelag eitt nýtt uppskot til semju frá Kollafjarðar Kommunu. Tað uppskotið brúkti Føroya Arbeiðarafelag so náttina til at kanna, og tað endaði við, at felagið tók av. Úrslitið av tí var, at sáttmáli varð undirskrivaður kl. 8.15 í gjáramorgunin og samstundis var verkfallið avblást, eins og blokadan annars ímóti Kollafjarðar Kommunu. Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at semjan ber í sær, at dagrøktarmammurnar framvegis ikki fáa eftirløn fyri at hava gestabørn í dagrøkt. Men tað, tær skuldu fáa í eftirløn, verður ístaðin lagt oman á lønina. Sostatt fáa dagrøktarmammurnar umleið 5,5% eyka í løn fyri at hava gestabørn í dagrøkt. Annars er sáttmálin galdandi við afturvirkandi kraft frá 1. august til 31.desember, tá ið Kollafjørður fer undir Havnina og tá skal nýggjur sáttmáli gerast. Í nýggja sáttmálanum verður lønarlagið hjá dagrøktarmammum í Kollafirði á sama støði sum í Havn, men tað verður ikki so stórur munur á lønini á at hava størri børn og at hava smæri børn. Í Havn fáa dagrøktarmammurnar 700 krónur meiri fyri at hava smabørn í dagrøkt enn tær fáa fyri at hava tey størru børnini. Í Kollafirði verður munurin 350 krónur. Tær fáa nú góðar 3.000 kr. um mánaðin fyri tey minnu børnini og knapt 3.000 fyri tey størru. Umvæla bakaríið Mánadagin letur bakaríið hjá Jórun í Klaksvík upp við nýggjum handli Klaksvík: Um vikuskiftið verður seinasta umvælingararbeiðið í bakarínum hjá Jórun gjørt, og mánadagin verður latið upp við nýggjum handli. Handilin hevur havt sama inventar síðani 1957, so nú varð neyðugt at skifta tað út og fáa ein meira tíðarhóskandi handil, sigur Jórun Mørkøre, sum rekur bakaríið. Tað er eitt gott ár síðani, at hon yvirtók bakaríið, og samstundis sum hon fer at halda føðingardagin, letur hon upp við nýggjum handli, sum neyvan verður til at kenna aftur hjá teimum, sum hava havt sína dagligu gongd í bakarínum seinastu árini. Nógv at gera Fimm fólk starvast á bakarínum og trý í handlinum, haðani baksturin verður seldur. Bakaríið hjá Jórun er annað av tveimum bakaríum í Klaksvík. Vit hava sera nógv at gera, og vit standa okkum næstan ikki við at baka nóg mikið, sigur Jórun. Mánadagin bjóðar hon kaffi og kaku í nýggja handlinum, og alla næstu vikuna verður okkurt serligt tilboð á skránni. Skýlið liðugt í næsta mánaði Nýggja skýlið í Klaksvík stendur væntandi klárt at taka í brúk í næsta mánaði Klaksvík: Arbeiðið at gera skýlið við fótbóltsvøllin í Klaksvík er komið væl áleiðis, og roknað verður við, at tað verður liðugt um ein mánað ella so. Vit ætlaðu at fáa tað liðugt til seinasta heimadystin hjá KÍ, men betongtelementini vórðu seinkað úr Danmark orsaka av einum verkfalli, og tí eydnast tað ikki, sigur Steinbjørn Jacobsen, formaður í teknisku nevnd hjá Klaksvíkar býráði. 1. manslið hjá KÍ spælir sunnudagin ímóti B71í Klaksvík, og tann dysturin verður, sum allir heimadystirnir seinastu 10 árini, spældur uttan skýlið. Men tá fótbóltskappingin fer í gongd aftur næsta ár, stendur skýlið klárt at hýsa eini 600 áskoðarum. Upp á tvørs Arbeiðið at gera nýggja skýlið byrjaði í mai mánaði, og síðani hevur gingið væl. Tað kom eitt sindur upp á tvørs, at eitt verkfall í Danmark forðaði betongelementunum at koma rættstundis til Føroya, men nú eru tey komin. Tá skýlið er innilokað, verða almennu toilettini gjørd beinanvegin eisini. Tað er Pól Kristoffur Joensen, sum stendur fyri øllum arbeiðnum við nýggja skýlinum. Formaðurin í teknisku nevnd hjá Klaksvíkar býráði roknar við, at um ein mánað er skýlið so gott sum liðugt. Býráðslimirnir stilla uppaftur Listin hjá Tjóðveldisflokkinum til býráðsvalið í Klaksvík er liðugur Klaksvík: Nú er greitt, hvørji fólkini eru, sum fara at manna listan hjá Tjóðveldisflokkinum til býráðsvalið í Klaksvík í november. Tey trý fólkini, sum hava sitið fyri flokkin í býráðnum seinatu fýra árini stilla øll uppaftur. Karsten Hansen og Steinbjørn Jacobsen vóru valdir í býráðið seinast, og síðani Karsten gjørdist landsstýrismaður, hevur Herger Joensen røkt annan sessin hjá Tjóðveldinum. Rani Nolsøe er nýtt valevni hjá Tjóðveldisflokkinum, meðan hini hava stillað upp áður. Listin sær soleiðis út: Hanus T. Bærentsen, Karsten Hansen, Steinbjørn Jacobsen, Torkil Heinesen, Jórun Høgnesen, Anna Løwe Jacobsen, Hergerð Joensen, Jákup Pauli Johannesen, Rani Nolsøe og Jón Harald Poulsen. Gera upptøkur til nýtt sjónband Trølla-Pætur og Trølla-omman eru høvuðsleikarar í nýggjum sjónbandi hjá Kulum Rótum Hósdagin var farið í holt við upptøkurnar til nýtt sjónband við Kulum Rótum, og í tí sambandi hava Trølla-Pætur, Trølla-omman og onnur góð fólk verið at finna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har fyrstu upptøkurnar verða gjørdar. Tað er Zacharias Hammer, sum ger upptøkurnar til nýggja sjónbandið, sum eftir ætlan skal koma út miðskeiðis í november mánaði. Í fjør góvu Kular Røtur eitt sjónband út undan jólum, og tað var so mikið væl eydnað, at tey royna seg við einum nýggjum bandi hesi jólini. Umframt sjónbandið hava Kular Røtur eisini útigivið tvær væl umtóktar fløgur. Kular Røtur hava havt nógvar konsertir seinasta árið, og 7. oktober verður eitt stórt tiltak í ítróttarhøllini á Hálsi, har Trølla-Pætur, Trølla-omman, Kári Cool, tónleikarar, sangarar og dansarar verða við. ODDAGREIN: Privatiseringar Vinnuhúsið tosar í ársfrágreiðing sínari um ávísar flokkar, ið fáa alt viðvíkjandi privatisering í rangastrúpan. Fyriuttan ikki heilt neutrala orðavalið, so er ivasamt um søguliga innlitið er so gott hjá Vinnuhúsinum hesum viðvíkjandi. Vinnuhúsið fellir her í somu grøv sum miðfyrisitingin so mangan ger, nevniliga at halda, at orð sum útlisitering og privatisering eru nýuppfunnin hugtøk. Tað er ein tendensur innan parti av embætisfólki og kontigentumsitarum at halda, at ein dagligdagur við høsnafjaðrapennum, pergamenti og brævdúgvum var veruleikin áðrenn nýggja e-mail ættarliðið kom til seinast í 90'unum. Hóast hettar, so skal Vinnuhúsið hava takk fyri at geva okkum ágóðan av sínum stóra innliti, tá tað kemur til hvat javnaðarstjórnir í grannalondum hava útint. Tað er altíð skilagott at diskutera nýggjar ella í hesum førinum gamlar tankar. Á sama hátt sum tað ikki kategoriskt ber til at avvísa privatiseringar, so er tað óseriøst, at taka undir við slíkum tonkum uttan haldgóðari argumentatión, bara tí avísar falleraðar kreftir vilja sleppa framat aftur fatinum. Fólkaflokkurin hevur sagt, at virksemi, sum eitt nú bankavirksemi, verður rikið skilabetri á privatum hondum. Minnið tykist verða sera stutt á politiska leikpallinum, men kanska vit í øllum lítillætni kunnu loyva okkum at minna á, at føroysku bankarnir fóru so ruddiliga á heysin Sjóvinnubankin enntá fleiri ferðir á privatum hondum, meðan bankin gongur fínt í løtuni. Sostatt er argumentið, at virksemið verður betur rikið á privatum hondum, ikki undirbygt av søguligum royndum ikki innan føroyskt bankavirksemi í hvussu so er. Hervið er ikki sagt, at man ikki skal selja partabrøv í Føroya Banka, men grundgevingin má vera ein onnur enn omanfyristandandi. Tá tað kemur til privatisering generelt, so átti man kanska, við størsta varni, at umhugsa ávísar tænastur, útyvir tær, ið hava verið útlisiteraðar tey seinastu 30 árini ella meira tað kemur kanska óvart á onkran, at almennar útlisiteringar eru farnar fram áðrenn Vinnuhús ella Vinnumálastýri vóru upfunnin. Alt má gerast við tí í huganum, at føroyska samfelagið er sera lítið, og harvið er væl møguligt, at ávísar tænastur í føroyum eru tað, sum í búskaparligari terminologi kallast náttúrlig monopol. Eisini má ansast eftir, at hesi privatu feløgini, ið bjóða seg fram til almennar tænastur, gjalda tað, tænasturnar veruliga kosta at reka, viðlíkahalda og ikki minst at endurnýggja. Um so er, at alt vinningsgevandi hjá tí almenna skal privatiserast, so drepur man skjótt hugflog og motivatión hjá almennum starvsfólki. Tað hevur víst seg, at hvørja ferð ein landsfyritøka ger okkurt innovativt, so kemur privata vinnulívið sum ketta burturúr høvdatrog og ger íløgur fyri síðani at rópa um órættvísa kapping. Landið hevur mangan staðið á odda fyri menning í hesum samfelag. Alivinnan, flogferðsla, uttanlandasiglingin, trailaraflutningur og ferðavinnan generelt eru góð dømir um hettar. Vónandi verður slík menning ikki dripin, tí man amputerar almennar stovnar til bert at sita eftir við negativu tølunum, meðan alt sum gevur pluss verður privatiserað. Úrslitið av einari slíkari framferð verða ómotiveraðar landsfyritøkur og eitt hugflogsleyst privat vinnulív borið á almennum lógvum. Sosialurin Vit verða ríkari tá... Í júst lidnari frágreiðing eru sviar komnir eftir, at fólk á Svøríki flyta minni enn tey gjørdu í seksti-árunum. Sonevndi mobiliteturin at flyta til annan stað, at fara í aðra vinnu o.s.fr. er spakuliga, men støðugt minkaður øll árini. Teir trúðu annars og vónaðu, at fólk fóru at nýta framstigini og øktu møguleikarnar at skapa sær eina betri og ríkari framtíð við at flyta og fara í nýggjar vinnur, ið góvu størri avbjóðingar enn farandi vinnurnar. Millum orsakirnar til minkaða mobilitetin nevna sviar, at lutfalsliga talið á yngri fólki er minkandi; og eldri vit gerast, minni verður hugurin at flyta og taka við nýggjum avbjóðingum. Hækkandi útbúgving veksur hin vegin um mobilitetin, men í meðal tykist útbúgvingarstøðið ikki hækkað seinnu árini. Triðja orsøk hongur eftir øllum at døma uppi í, at báðir hjúnaðarfelagar arbeiða, og truplari er kanska hjá báðum at finna eggjandi arbeiði á sama staði, um tey flyta. Størsta forðingin tykist tó vera høga skattatrýstið, sum ger, at tað liggur ongin peningaliga ríkari framtíð í nýggjum avbjóðingum. Samveldi, lond, landspartar og býir kappast um kapital og vitan Tað er skjótt langt síðan, at gamla býtið av framleiðslufaktorum, t.e. viðurskiftum, sum liggja til grund fyri framleiðslu og vælferð í einum landi, v.ø.o. í jørð, herundir rávørur, arbeiðsmegi og kapital, var ov einfalt. Tað hevur kanska størri týdning at býta hesar framleiðslufaktorar eftir, í hvønn mun teir eru flytiligir og í hvønn mun staðbundnir. Flytiligari ein framleiðslufaktorur er, størri er virði á honum, og meira er hann eftirspurdur hjá teimum, sum sakna hann. Jørð, rávørur og ikki flytiligur kapitalur fáa alt minni virði í framleiðsluni. Einans í tann mun marknaður er fyri teimum vørum, sum hesir faktorar kunnu medvirka til at framleiða, og um dugnalig arbeiðsmegi er at evna hesar vørur til nýtslu fyri marknaðin, hava faktorarnir nakað virði. Vit hava sjálvi merkt upp á okkara kropp, at tað vit hildu hava virði, knappliga var at kalla virðisleyst. Harafturat kemur, at vørur, ið fremst byggja á hesar faktorar, verða alt minni eftirspurdar. Við frammanfyri nevndu gongd roynir kapitalurin at gera seg so óheftan av staði og vinnu sum yvirhøvur til ber. Virðis- og partabrævahandil gera hetta møguligt, og tað ræður tí um hjá fyritøkum at fáa partabrøv síni góðkend á virðisbrævamarknaðum, so tey við víðkan av partapeninginum kunnu fáa neyðugan kapital tilførdan til menning og vøkstur av fyritøkuni. Gongdin í avlopi hjá fyritøkuni ger av, um kapitalurin varðveitir áhugan í at eiga virðisbrøvini í einari fyritøku ella roynir at sleppa sær av við tey, áðrenn tapsvandin gerst ov stórur. Møguleikarnir fyri avlopi hjá einari fyritøku velst um leiðsluna; hvussu hon skipar fyritøkuna, og hvussu fyriskipanin tryggjar støddina á virðisøking í mun til talið á arbeiðsfólki í fyritøkuni. Tað slepst ikki uttan um, at dugnaligari og meira útbúgvin arbeiðsmegin er, og virknari leiðslan er bæði í tí dagliga men ikki minni í at fyrireika fyritøkuna til framtíðar krøv størri gerst avlopið, virðismiklari gerast partabrøvini í fyritøkuni, og størri verða positivu árinini á samfelagið av fyritøkuni. Men eisini arbeiðsmegin sum framleiðslufaktorur verður mett eftir hugi og evnum at flyta í annað stað og í aðra vinnu. Ófaklærd og óútbúgvin arbeiðsmegi er aloftast ein ikki flytiligur framleiðslufaktorur, sum verður goldin við lágum og svikaligum prísi. Faklærd og væl útbúgvin arbeiðsmegi haraftur ímóti hevur lætt við at flyta bæði í annað land og í aðra vinnu. Dugnaligari hon er, hægri prís fær hon, og fyritøkur, ið hava tørv á meira kapitali til vøkstur og menning, kappbjóða fyri at fáa hendur á hesari arbeiðsmegi. Eitt samfelag við fáum ella fækkandi tali av fyritøkum, sum skapa virðisøking, er illa fyri. Staðbundnu framleiðslufaktorarnir megna ikki at halda búskapinum uppi, og samfelagið er illa fyri, tá tað ræður um at tryggja sínum gomlu, vinnuleysu, veiku og sjúku mannsømulig kor. Unga fúsa fólkið flytir burtur, stóra fjøldin av ófaklærdum fólki missir arbeiði, og lutfalsliga talið á gomlum gerst órímuliga stórt í mun til orkuna hjá samfelagnum at veita teimum eftirløn og góð ellisár. Ei dáni í, at býir, landslutir og lond, ja enntá samveldi leggja so stóran dent á at skapa so góðar umstøður sum gjørligt fyri kapitali og dugnaligari arbeiðsmegi at koma til og støðast í teirra samfelag, hvussu lítið hetta enn er. Fyritøkurnar og fyritøkuleiðslurnar fær samfelagið gjørt lítið við, men umstøðurnar hjá teimum at virka til frama fyri vøkstur og menning av teimum sjálvum kann samfelagið royna at gera so frægar sum til ber. Reyvafall í oljuni? Fyri stórthundrað árum síðan menti føroyska samfelagið seg við ferð úr bónda- og landbúnaðarsamfelagnum og inn í eina fiskivinnutíð. Í 1880-unum var føroyski útflutningurin eftir tátíðar meti hávirðisøktar vørur úr ull, men longu í 1930-unum var útflutningurin broyttur so nógv, at hann eftir tátíðar meti at kalla bert var hávirðisøktar fiskavørur og ein viðfáningur av óvirkaðari ull. Tað fyri okkum í dag at síggja ófatuliga áræði og viljin hjá privatum og vinnulívi í tjúgu- og tríatiárunum at føra okkum í røttum tíma inn í ídnaðarsamfelagið miseydnaðist, eitt nú av kreppu og øðrum veraldarbardaga. Og aftaná kríggið fekst ikki lag á . Nú sjeyti ár eftir hava vit aftur fingið møguleikan at gera eitt risalop frameftir, sum kann tryggja okkum eitt samfelag, har tey ungu síggja sær eina ríka og avbjóðandi framtíð í Føroyum, og har tey gomlu kunnu gleða seg til at bjóða sínum barnabørnum góðar løtur í uppvøkstri saman við teimum. Møguleikin liggur sjálvsagt í oljuvinnuni, sum kanska kann taka seg upp við Føroyar. Ikki í oljuni, tí olja er ein skitin, kleimin og umhvørvisskaðilig evja, sum eina tíð frameftir er virðismikil í orkuframleiðslu. Hon hevur tískil eisini lágan og svikaligan prís, verður hesin prísur ikki hildin uppi av tilvildarligum ella tilætlaðum marknaðarskorti ella av skatti sagdur at tæna umhvørvi. Møguleikarnir liggja í, at frálandavinna við Føroyar kann geva føroyskum fyritøkum tiltrongda høvið til at menna seg úr handaligum framleiðslu- og tænastuvirksemi í hátøkniligt tænastu- og menningarvirksemi. Úr virksemi, sum gevur lágt og svikaligt meirvirði, í virksemi við høgari meirvirðisøking. Úr virksemi, sum dúvar upp á ófaklærda arbeiðsmegi, sum er nøgd við óstøðug arbeiðspláss, í virksemi, sum bert kann klára seg við dugnaligari leiðslu og arbeiðsmegi, sum støðugt er í útbúgving og setir krøv um eggjandi arbeiðsuppgávur. Føroyskar fyritøkur hava longu mentalt fyrireika seg til at taka av hesum møguleikum og avbjóðingunum í frálandavinnuni. Tí bjóðaðu 24 fyritøkur seg fram á ONS 2000 í Stavanger. Tær vilja uppí; royna seg og gerast dugnaligir samstarvspartar í oljuvinnu við Føroyar og úti í heimi. Tær vilja vinna pening og tryggja sær og sínum starvsfólkum góð og lønandi arbeiðskor. Fyritøkurnar vita fullvæl, at royalty og hækkaður partafelagsskattur á oljufeløg ikki tænir teirra áhugamálum, Hesar inntøkur tæna heldur ikki áhugamálunum hjá starvsfólkunum og teirra avvarandi. Hesar eykainntøkur skulu annaðhvørt verða brúktar eftir politiskum áhugamálum, ella tær skulu goymast burtur til framtíðar politisk endamál. Verða eykainntøkurnar brúktar nú, fer samlaða nýtslan í samfelagnum langt út um tað, sum landsbúskaparliga er forsvarligt, og nýtslan fer til at halda uppi framleiðslu og virkjum, sum ikki eru kappingarfør. Eins og í áttati-árunum fer henda meirinýtsla at máa støðið undir meirvirðisskapan í samfelagnum og harvið undir framtíðar livilíkindum í Føroyum. Og verða eykainntøkurnar goymdar til framtíðar nýtslu, tá tað almenna heldur, at nú er tíðin komin til at seta á tær ella brúka møguligar rentuinntøkur til eitthvørt samfelagsgagnligt endamál, tryggja løgting og landsstýri sær við hesum eitt framtíðar vald, sum í roynd og veru ikki er tilætlað teimum í einum demokratiskum samfelag. Vald teirra kemur at liggja í, at vit í dag hava tryggjað teimum at sleppa at sita á einum peningakassa, sum allir borgarar eiga part í, men ikki sleppa at nýta, sum teir halda vera skilabest. Politiska kjakið í landinum fer at snúgva seg fyrst og fremst um, um tíðin ikki er komin í størri muni at brúka av hesum peningi til átrokandi endamál, sum mugu haldast liggja á láni. Eins og í Noregi sleppa borgarar í kommunum og fylkjum ikki at taka seg saman um at tryggja góða sjúkrarøkt, góðar skúlaskipanir, ellis- og barnarøkt o.s.fr., tí staturin hugsar bert um at stýra oljumiljardunum. Politiski hugurin í Føroyum at skifta landsbúskaparliga og vinnuliga skaðiliga stuðulin úr danska ríkiskassanum út við eina eins skaðiliga eykainntøku úr einari møguliga komandi oljuvinnu kann fáa teg at óttast, at lopið inn í eina hátøkniframtíð gerst eitt reyvafall í oljuni. Áhugin fyri at fáa landskassanum eyka inntøkur fara í besta fall bert at tryggja, at vit kunnu hava nógv fólk í almennari tænastu ella dúvandi upp á almennar inntøkuveitingar, og í versta fall verða forðingar fyri, at føroysk vinna kann menna seg at liva í hátøkni- og kunningarsamfelagnum. Úrslitið gerst tað sama, nøkur fá kunnu ríka seg upp, restin livir eitt staðbundið lív uttan meiningsfult arbeiði og framtíð, har ongin framfúsur og lívsavbjóðandi ungdómur støðast . Vit mugu ikki lorka okkum framtíðina av hondum Føroyska samfelagnum standa ótrúliga spennandi møguleikar fyri framman. Tað ræður bert um hjá okkum at taka burtur allar tær mongu sjálvskaptu forðingarnar, ið gera at virkisfúsin ungdómur ikki sleppur framat, og at smáu og nýggju fyritøkurnar í Føroyum ikki sleppa at virka, mennast og skapa spennandi og góð arbeiðspláss fyri virkishugaðar føroyingar. Fremsta og alrastørsta forðingin liggur í, at tað almenna situr á knappliga helvtini av øllum arbeiðsplássum í Føroyum, av hesum er kanska ein triðingur arbeiðspláss, sum í framkomnum londum rundan um okkum eru privatvinnulig arbeiðspláss, og í teimum mest framkomnu londunum eru um 20 % av teimum almennu arbeiðsplássunum annars farin úr statsligari ogn til kommunur ella felagsskapir, sum røkja tænasturnar við munandi hægri tænastustøði enn frammanundan. Vit eru skjótt á veg til at taka Grønland aftur. Ætlanin at seta eitt alment oljufelag á stovn er tískil demokratiskt og samfelagsmennandi burturvið; almenni og politiskt stýrdi eigaraskapurin gerst bert enn størri. Ovurstóri almenni eigaraskapurin tryggjar samstundis, at tær fáu privatu familjufyritøkurnar kunnu einsamallar sita á restini og forða ungum framfýsnum at sleppa framat. Ein annars landsgagnlig fyritøka sum Atlants Kolvetni, sett á stovn í tøkum tíma, gerst ov lættliga skjóti vegurin til eitt 13-familju samfelag sum íslendska. Tað liggur í oligarkisku skipanini av felagnum, men eisini í at føroyingar uttanlendis ikki sleppa at vera partaeigarar. At vit fara at hava færri familjur enn í Íslandi er eyðvitað, men hetta ger ongan mun annars. Verandi skipan ger, at tey fáu gerast ríkari og kunnu støðugt taka sær teir bestu bitarnar, tá tað almenna verður kroyst til at lata burtur av tí, sum tað av óhepnum viðurskiftum hevur lagt undir seg, og at tey mongu liva frá hondini til munnin uttan størri vónir og møguleika fyri einari ríkari framtíð. Av tí sama ger verandi skipan, at samfelagið sum heild verður ov veikt at taka av stóru avbjóðingunum og missir menningarmøguleikarnar í at megna avbjóðingarnar. Vit lorka okkum framtíðina av hondum. Lat vanliga Føroyingin fáa veruligan lut í felagsognini nú! Seinastu tvey-trý árini hava fleiri røddir verið frammi um at selja burtur av teimum fyritøkum, sum tað almenna eigur, og at gera aðrar almennar stovnar til almenn partafeløg, sum so seinni kunnu verða seld. Seinast er sonevnda Caragata-frágreiðingin komin við somu staðiligu áheitan á landsins myndugleikar, tí hetta kann eisini vera við til at minka um almennu skuldina. Tað eru sostatt nógvar orsakir til, at tað almenna eigur at sleppa sær av við tær mongu fyritøkurnar, sum tað beinleiðis ella umvegis eigur alt ella høvuðspartin í. Men skulu vit sum samfelag verða før fyri at taka av stóru avbjóðingunum og møguleikunum, sum liggja fyri framman, er avgerandi neyðugt, at so nógvir Føroyingar sum gjørligt eiga beinleiðis vinnuligan lut og vinnuliga ávirkan á gongdina, og á hvørjar avbjóðingar teir serliga vilja leggja seg eftir at taka av. Einki bendir á, at Føroyingurin ikki er førur fyri at umsita sín egna ognarlut við skili, tvørtur ímóti . Vit mugu tí vóna, at tíðindini eru sonn um, at Føroya landsstýri og løgting eru farin undir at fyrireika og fremja eina skjóta umskipan av sínum eigaraskapi av fyritøkum og stovnum, soleiðis at flest møguligir føroyingar gerast beinleiðis medeigarar í hesum. At myndugleikarnir eru komnir langt áleiðis við einari miðvísari ætlan um fremjanina av hesari sølu, so partabrøvini, í hvussu so er í fyrsta umfari, koma so vítt millum so mangar Føroyingar, burturi og heima, sum gjørligt, og í so stórum pørtum av samlaða partapeninginum, at nýggju partaeigararnir fáa ávirkan á gongdina í felagnum. Vit mugu eisini vóna, at fyrireikingarnar ikki verða seinkaðar av ætlanunum um ein virðisbrævamarknað í Føroyum. Ein slíkur fær ikki veruligan týdning, uttan so at vit eru fús og fyrireikað at lata allar føroyingar sleppa upp í part. Kjartan Kristiansen Bústaðarviðurskifti hjá menningartarnaðum og øðrum við serligum tørvi í Føroyum ár 2000 Í vár handaði Javni Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskonu álit um bústaðarviðurskifti hjá brekaðum í Føroyum ár 2000. Álitið var ikki eitt skot út í luftina! Men lýsti tørvin so greitt sum gjørligt á teimum ymsu økjunum runt í Føroyum. Bráfeingis tørvur Tað var Javni, ið tók stig til hesa kanning. Í arbeiðsbólkinum vóru umboð frá starvsfólka- og almannaøkjunum, kommum, og feløgum fyri brekað. Nágreinliga varð greitt frá hvør tørvurin var. Sum tað mest átroðkandi varð víst á, at nú í ár 2000 er "bráfeingis" tørvurin umleið 20 - at fáa eitt stað at búgva. Hetta tí foreldrini eldast og ikki orka meiri. Næstu fimm árini eru 45 fólk afturat, vísir kanningin. Tí kann tað ikki undra sørt, at júst sama landsstýriskona ósmæðin í SVF í farnu viku sigur frá, at hon vil seta 1. millión krónur av til kanning av, hvussu farast skal fram á økjinum fyri sálarliga brekað/sálarliga sjúk. Eina kanning, sum hon partvís hevur fingið ókeypis. Tað hevur altíð verið nært samstarv millum tey ymsu feløgini fyri brekað. Eisini menningartarnað kunnu blíva sálarliga sjúk. Tá ið nevndi arbeiðsbólkur fór til verka, varð eisini Sinnisbati spurt um tørv.Men hjá júst hesum felagnum var ringt at svara. Søgan endurtekur seg At fara í fjølmiðlarnar at viðgerða menniskjur sum ein hóp er óvirðiligt. Tað harmar tí eisini at hoyra søguna endurtikna av Helenu Dam á Neystabø, at nú kunnu kanska nøkur flytast yvir á Eirargarð. Álvaratos hvar eru vit ídag? Tá menningartarnað í síni tíð fluttu av Pensionatinum P 74 og út í smá sambýlir. Tá fluttu sálarliga brekað inn! Um tann einstaki ynksti tað, sigur søgan onki um. Nú fingu tey tað betri. Men var tað verdugt?? Hvar tey, ið eru sálarliga brekað og sjúk kunnu búgva vita best tey serkønu á hesum økjunum. Vit hoyrdu eisini í SVF, at læknin og formaðurin í Sinnisbata, hildu at best hevði verið, um hesi menniskju, ið landsstýriskonan hevði tosað um, fingu sín heimliga bústað aðrastaðni. Fingu møguleikan at flyta burtur frá hospitalsumhvørvinum. Tá fyrst kunnu vit tosa um virðuligheit. Landssjúkrahúsið er ikki ætla sum ein bústaður. Nei Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona eg haldi, at tíðin er komin, at tú nú kemur út til fólkið og spyr tey, hvat teimum tørva. Hvussu tey veikastu í samfelagnum ynskja tað, - og so fara til verka. Verkætlanir alt gott um tær. Tær skulu eisini til. Men viðhvørt tikist, sum tað verður brúkt sum undanførðsla. Hesaferð kann byrjast samtíðis. Foreldur eru tolin Um nevnda álit, ið landsstýriskonan fekk, hevur Javni onki hoyrt aftur. So tá foreldur hoyra frá politikarum ár aftaná ár, at tey skilja væl okkara støðu, ja so er tað ótolandi fyri tey, ið hava vaksin børn, ið eru menningartarnað. Hesi foreldur hava ikki gingið kravgongu. Hava ikki mótmælt. Hava verið so tolin sum nakar. Og hvat skuldu tey annað. Tey fingu einki at velja í millum. Tey føldu seg gloymdan av politikarunum. Í hesari bíðitíðini verða ofta ómenniskjaligar uppgávur lagdar á foreldur og onnur avvarandi, sum tí ofta verða fullkomiliga útslitin kroppsliga og sálarliga. Hvørji ynski hevur Javni Javni ynskir, at tað almenna beinanvegin - setur størri fíggjarorku av, fyri at nøkta tørvin á bústøðum hjá menningartarnaðum og øðrum við serligum tørvi - og so heldur fram eisini tey komandi árini. Gjógvin er blivin størri og størri sum frálíður. Hugburðurin sum menningartarnað, Javni, foreldrini og starvsfólkini hava, er so øðrvísi enn tann hugburðurin, ið politikkarar hava. Í meðan vit hava flutt okkum frameftir alla tíðina, tikist tað, sum politikkarnir standa í sama stað sum fyri 20 árum síðani. Men vit vilja nú eins og fólk í okkara grannalondum krevja at nakað munagott verður gjørt her á landi. Ringu tíðirnar eru farnar Javni eins og øll onnur máttu góðtaka skerjingarnar, ið vóru, men tann tíðin er farin. Tey veikastu í samfelagnum eiga nú sín part. At fáa tað tey ikki fingu í 90 unum. Vit vilja øll yvirliva, vit ynskja eisini at okkara børn skulu fáa møguleikan at yvirliva. Og at liva í Føroyum. Diana í Puntabyrgi, form. í Javna 1. deild byrjar 14.45 Hetta verður sjálvandi gjørt við tí fyri eyga, at tað ikki skal bera til hjá nøkrum liði at leggja seg eftir einum ávísum úrsliti, tí úrslitið av øðrum dystum er kunnugt áðrenn dystarlok. At allir dystirnir sostatt verða settir til kl. 14.45 kemst av, at fyri at toftamenn skulu sleppa norður aftur við Smyrli sunnudagin, er hetta avgjørt seinasta freist at seta dystin í gongd. At dystirnir skulu leikast samstundis, er eisini galdandi í hinum deildunum, og tí verður leikt soleiðis: 1. deildardystir hjá monnum verða leiktir sunnudagin kl. 14.45 2. deildardystir verða leiktir leygardagin kl. 15.00. 3. deildardystir verða leiktir leygardagin kl. 13.00. 1. deildardystir hjá kvinnum verða leiktir sunnudagin kl. 12.45 3. deild endar Annars er talan um seinasta umfar í kappingini hjá 3. deild. Her hevur Skála longu tryggja sær gullmerki og uppflyting, meðan spenningur framvegis er stórur. Bæði um silvurmerkini og um næsta uppflytingarsessin. B36, AB og B71 kunnu øll vinna silvurmerki, meðan dysturin um rættin til uppflytingardyst stendur millum AB, B71 og VB. B36 hevur lið í næstbestu deildini, og kann tí ikki flyta upp. Dystir um vikuskiftið 1. deild menn 24.09 GÍ-FSV Jens Petur Brattalíð 24.09 VB-B68 Niklas á Líðarenda 24.09 HB-B36 Lassin Isaksen 24.09 NSÍ-Sumba Suni Johansen 24.09 KÍ-B71 Petur Hansen 2. deild menn 23.09 KÍ-TB Jákup Martin Kjeld 23.09 LÍF-GÍ Sjúrður Norðbúð 23.09 HB-B36 Lars Müller 23.09 EB/Streymur-ÍF Tummas Pauli Olsen 23.09 Royn-NSÍ Jens Petur Brattalíð 3. deild menn 23.09 ÍF-FS Vágar Hjalti Gleðisheygg 23.09 VB-B68 Zoran Mancic 23.09 AB-B36 Tommy O. Joensen 23.09 Skála-TB Rúni Gaardbo 23.09 KÍ-B71 Páll Rói Poulsen 1. deild kvinnu 24.09 B36-NSÍ Ólavur Weihe 24.09 VB-HB Petur Erhard Kjærbo 24.09 Skála-KÍ Aron Olsen Jákup Mørk Eingin broyting Allir 18 landsliðsleikararnir, sum vóru á Svangaskarði seinast, eru við í ferðalagnum, sum fer til Sveis og Jugoslavnia Landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, hevur nú gjørt av, hvørjir teir 18 verða, sum fara við á komandi landsliðsferðina. Vanliga er landsliðsvenjarin ikki maðurin, sum fremur tær stóru kollveltingarnar í so máta, og soleiðis er heldur ikki hesu ferð. Sæð í ljósinum av úrslitinum á Svangaskarði var heldur ikki væntandi, at talan skuldi gerast um tær stóru broytingarnar. Hópurin er annars hesin:Jóhannis Joensen, Allan Mørkøre HB, Henning Jarnskor GÍ, Øssur Hansen, Fróði Benjaminsen B68, Jens Kristian Hansen B36, Rógvi Jacobsen KÍ, Jens Martin Knudsen, Sámal Joensen, John Petersen Lieftur, Óli Johannesen AGF, Todi Jónsson FCK, Julian Johnsson, Kurt Mørkøre, Hans Fróði Hansen Sogndal, Uni Arge Akranes, Jákup Mikkelsen Herfølge og Johan Byrial Hansen OB. Berghild Skúvadal U 16 landsliðið úttikið 18 leikarar eru úttiknir til U 16-landsliðið, sum fer av landinum sunnudagin Jákup Mørk Liðið, sum skal luttaka í undankappingini til EM, fer úr va'gunum nú sunnudagin, og longu týsdagin verður fyrsti dysturin á ferðini, tá Føroyar skulu spæla móti Hvítarusslandi. Hósdagin verður dystur móti vertslandinum, Holland, og leygardagin verur so seinasti dysturin hjá føroyingum, og verður hesin móti Íslandi. Teir 18 leikararnir, sum hava fingið landsliðsboð eru: Sámal J. Samuelsen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen EB/Streymur, Arnfinn í Bartalsstovu GÍ, Áki Petersen, Hanus Eliasen ÍF, Eli Thorsteinsson, Rani D. Christiansen, Bjarni Jørgensen, Rókur F. Jespersen HB, Ingi Højsted, Mortan Johannesen B36, Aksel Petersen, Jann Ingi Petersen B68, Rasmus Nolsøe TB, Magnus Skoralíð LÍF, Andy Olsen, Bjarki Danielsen NSÍ. Við í ferðalagnum eru eisini Jógvan Martin Olsen, Mathias Davidsen Pætur Clementsen, Fanny Kruse og Jón Harald Poulsen. FS Vágar fingið luft Vágamenn lyftu seg upp um Sumba fyri viku síðani, og nú er B71 næsta mál teirra Vágamenn lyftu seg upp um Sumba fyri viku síðani, og nú er B71 næsta mál teirra Jákup Mørk Einki er at siga til, at tað var ein lætti hjá vágamonnum, tá teir fyri viku síðani vunnu altavgerandi dystin móti B71. Sigurin og tey trý stigini viðførdu, at teir nú aftur sluppu sær upp um Sumba á stigatalvuni, og sálarliga var hetta av sonnum eitt lyft uppeftir. Vandin lúrir Støðan á stigatalvuni er tó ikki tryggari enn so, at bert eitt stig skilur partarnar, og ta Sumba samstundis er betri fyri í innanhýsis dystum, ræður um hjá vágamonnum at fáa stig við sær úr Gøtu, og tey skulu helst vera trý í tali. Tað verður tó eitt skert FS Vágar, sum fer í Sarpisgerði í morgin, tí í øllum førum eitt, og møguliga tvey leikbann tyngja liðið. At vit skriva møguliga tvey kemst av, at vágamenn ikki vilja vera við, at John Johannesen skal hava leikbann, hóast hann nú er skrásettur fyri 5 gul kort. Hetta tí kortið, sum hann varð skrásettur fyri móti B71, ikki varð givið honum. Hinvegin mugu teir undir øllum umstøðum vera Ari Thomassen fyri uttan, og hetta er so ein dyggur smeitur, tí talan her er um mest roynda leikara teirra. Tór-Ingar Akselsen hevur vant nakað seinastu tíðina, eftir at hava veirð skaddur í fleiri vikur, og møguliga verður hann á vágaliðnum hesaferð. Uttan Magna Johan Nielsen hevur, við einum undantaki, allar sínar mans tøkar undan dystinum móti FS Vágum. Undantakið er liðskiparin, Magni Jarnskor, sum fekk reytt kort seinast. Størsta uppgávan hjá venjaranum verður helst at motivera leikarar sínar, tí sum árið hevur gingist, hava teir einki annað enn æruna at spæla fyri í landskappingini. Æran hevur hinvegin aloftast nógv at siga í Gøtu, og hóast árið varð bjargað við steypasigrinum, so er einki at ivast í, at gøtumenn fegnir vilja sleppa sær enn longri upp á stigatalvuna. Spæla um keisarans skegg Mánadagin fer Rógvi Jacobsen hjá KÍ til Noregs, har hann skal royndarvenja við Sogndal Í morgin verður síðsti landskappingardysturin í hesum kappingarárinum spældur í Klaksvík. Tað er so langt síðani, at teir í KÍ staðfestu, at møguleikin var burtur fyri endurtøku av sama róminum kring vøllin, sum var, tá kappingarárið í fjør endaði. Í fjør oysregnaði, tá síðsti dysturin varð spældur í Klaksvík. Tá stóð vøllurin undir í vatni. Einki er gjørt við vøllin enn, men higartil í ár hevur tað spælt sera væl av. Tað hevur so at siga ikki regnað teir sunnudagarnar, tá KÍ hevur havt heimadyst í landskappingini. Tá sandoyingar í morgin koma til Klaksvíkar, hevur heimaliðið ikki annað enn æruna at spæla fyri. Klaksvíkingar eru dotnir niður á sætta plássið. Við sigri á B71 og FS Vágum er møguleiki fyri, at teir kunnu vinna seg fram á 4. plássið. Men teir hava ikki møguleika at vinna pláss í Europa Cup ella Intertoto Cup. Hjá KÍ eru allir spælararnir tøkir, sum hava verið við tær seinastu vikurnar. Niclas Niclassen var leikbannaður, tá KÍ var í Sumba. Sambært Norðlýsinum í gjár verður dysturin í morgin tann síðsti í hesum kappingarárinum hjá Rógva Jacobsen. Hann fer í morgin til Noregs, har hann skal royndarvenja í Sogndal í tíggju dagar. Tað vil siga, at Rógvi verður ikki við, tá KÍ komandi leygardag rundar kappingarárið av í Sørvági. Tað er ikki greitt, um teir tríggir útlendsku KÍ spælararnir aftur komandi ár fara at spæla í Klaksvík. Men vit skilja á lagnum, at tað er væl hugsandi, at dysturin í morgin verður tann síðsti í Klaksvík hjá onkrum teirra. Ikki heilt leysir Sandoyingar hava allar menn tøkar í morgin. Eingin er leikbannaður. Einasti skaðin er vøddaskaðin, sum longu í 1. hálvleiki noyddi Michael Jørgensen at taka seg burturúr í Sørvági. Í gjár roknaðu teir í B71 við, at danin verður tøkur í morgin. Tað er framvegis møguleiki fyri, at B71 skal flyta niður. Støðan kemur í, um sandoyingar einki stig fáa í tveimum teimum seinastu umførunum, og um FS Vágar og Sumba fáa fleiri stig. Við gongdini higartil í ár í huga, má metast, at tað skal vilja illa til hjá B71, um tað endar við, at teir flyta niður. Í fjør vann KÍ 3-1 á B71 í Klaksvík, í 1997 var úrslitið 5-2 og í 1996 4-0. B71 var í 2. deild í 1998. Í 1995 vann B71 3-1 í Klaksvík. jh Tað stendur um lív hjá Sumba Runavíkingar ætla at reisa seg aftur, eftir stórtapið fyri viku síðani Jákup Mørk Sum skrivað omanfyri, so stendur tað nú at kalla um lív hjá sumbingum. Í løtuni eiga teir niðasta sessin á stigatalvuni, og tað er fyri at sleppa av hesum, at teir í morgin leggja leiðina inn í Eysturoynna. Leypa á Nýggi venjarin hjá sumbingum, Magni eystan Á, ásannar, at tað liggur ein torfør uppgáva fyri framman, men ræddur tykist hann á ongan hátt vera. Vit hava verið eitt sindur í iva um, hvussu reglurnar eru við javnstøðu í stigum, men nú er so líkt til, at ein javnleikur kann verða nóg mikið hjá okkum. Tað merkir tó ikki, at vit ikki royna eftir sigrinum í Runavík, og vit fara so avgjørt ikki at grava okkum niður í royndunum at verja eina stigið, sigur Magni. Talan er ikki um leikbann ella skaðar hjá sumbingum, og so verður spurningurin, hvussu Magni fer at blandað kortini. At leikarar hansara eisini vita, hvat skal til, er eingin ivi um. Sumba hevur nú trý ár á rað verið mett sum fremsta niðurflytingarevni, men higartil hava teir snýtt serfrøðingarar tvær ferðir á rað, og so er spurningurin, hvørt hetta eisini fer at eydnast í ár. NSÍ vil reinsast Í Runavíkini ger NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, seg og leikararnar til undan seinata heimadystinum í ár. Umframt at vera seinasti heimadysturin á árinum, líkist hetta eisini seinasta heimadystinum yvirhøvur hjá Trygva sum venjara. Hann hevur nevnliga boðað frá, at hann vegna arbeiði ikki hevur stundir at standa við stýrisvølin komandi ár. Hópurin, sum Trygvi hevur at takað av, er meinlíkur hópinu, sum var fyri stórtapi í Gundadali, men hetta tykist tó á ongan hátt at nerva Trýgva. Vit vóru so fittir í Gundadali, so leikbann er sjálvandi ikki talan um, tekur hann skemtandi til. Víðari sigur hann, at tað sjálvandi fyrst og fremst ræður um at vaska talvuna reina afutr. Eg ivist ikki í, at spælararnir eisini eru somikið ærukærir, at teir eisini eru av somu fatan, sigur venjarin. Sostatt tykist tað ikki at gerast nøkur løtt uppgáva hjá sumbingum sunnudagin, hóast runavíkingar sum so einki hava at spæla fyri. Javnleikur kann ikki brúkast Hjá VB stendur FM upp á spæl, og hjá B68 snýr tað seg eisini um møguleikan at sleppa í Europa Cup VB varð stovnað grundlógardag í 1905. 95 ára felagið hevur ongantíð vunnið meistaraskap og heiðursmerkir, síðani tað í 1942 varð farið undir FM kappingina. Nú eru tvey umfør eftir av 2000 kappingini, og tað er greitt, at VB fer at fáa heiðursmerkir. Spurningurin er hvørjum slagi, tey fara at vera av. Um VB ikki tapir í morgin, tá teir fáa vitjan av B68, so er greitt, at heiðursmerkini í hvussu so er verða av silvuri. Men VB miðjar eftir gullinum, og í tí strembanini telur einki annað enn ein sigur á B68. Um ein sigur í morgin og ein sigur annan sunnudag í Gundadali ímóti B36 fara at bera gullkrónurnar, steypið og milliónina við sær, er treytað av, hvussu B36 fer at standa seg í grannauppgerðini í Gundadali í morgin, og hvussu Sumba fer at standa seg, tá teir annan sunnudag fáa vitjan av HB. Hjá VB eru tveir spælarar leikbannaðir. Annar er miðvallarin Milan Kulic, sum varð útvístur í Gøtu, og hin er Magni Jacobsen, sum í Gøtu fekk triðja gula kortið. Annar av avloysarunum verður Predrag Zivkovic, sum var leikbannaður, tá VB var í Gøtu. Stórt trýst Hjá B68 stendur - um tað ber til - uppaftur meiri upp á spæl, enn tað ger hjá VB. Um B68 ikki vinnur í morgin, so er FM møguleikin burtur, og so er eisini mest sum greitt, at teir heldur ikki sleppa upp í part í Europa Cup. VB vann 2-1 á Svangaskarði. Um VB ikki tapir í morgin verða teir betri í innanhýsis uppgerðini við toftamenn, og VB hevur betri málmun enn B68. Hjá B68 er Fróði Benjaminsen leikbannaður. Jan Petersen noyddist av vøllinum í 1. hálvleiki ímóti HB. Eitt liðband í fótinum var toygnað. Jan hevur ikki vant í vikuni, men á Toftum høvdu teir í gjár ikki mist mótið um, at vongverjin og verjukendi miðvallarin verður tøkur í morgin. B68 ferðaliðið fer suður til Suðuroyar seinnapartin í dag. Av Toftum frættu vit í gjár, at ikki so fáir áskoðarar ætlaða sær til Vágs í morgin. Í fjør vunnu toftamenn 2-0 í Vági, og í fyrraárið sendi VB B68 norður um aftur við 3-1 tapi. jh HB skal verja oddasessin Tað tykist ikki, sum um nakar av pørtunum leggur nakað í hagtølini fyri slagið um Havnina Jákup Mørk Umframt at vera slagið um Havnina, stendur eisini annað enn æran upp á spæl, tá HB í morgin er vertur fyri B36. Kunnu avgera sjálvir Eftir endaligu boðini frá FSF, sum síggjast aðrastaðni í blaðnum, er greitt, at HB í løtuni er á odda í landskappingini, og oddasessin hava teir so ongar ætlanir um missa. Vit hugsa fyrst og fremst um at vinna okkara dyst, og eftir at hava fingið boðini um oddasessin, kunnu vit nú sjálvir gera av, um vit skulu verða Føroyameistarar, heldur liðskiparin á HB liðnum, Rúni Nolsøe. Í seinasta umfarinum av landskappingini skal HB til Sumbiar, so á pappírinum er ikki líkt til, at HB hevur torførastu skránna. Í øllum førum um mett verður eftir hagtølunum, tí í innanhýsis dystunum við grannarnar, hevur HB aloftast ligið omaná. Jú, tað er rætt, at hagtølinin eru góð fyri okkara viðkomandi, men hetta kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst, sigur Rúni. Hann leggur afturat, at hann ivast ikki í, at teir svørt/hvítu fara at leggja nógv í dystin, so nøkur løtt uppgáva verður talan ikki um. Tríggir vænta Tríggir av teimum vanligu leikarunum, verða ikki við í Gundadali í morgin, og felags fyri hesar er, at teir meira ella minni fast hava hildið til í vinstra borði. Janus Joensen, sum hevur átt vinstra bakkin alt árið, hevur fingið ov nógv gul kort. Harafturat hava menninir, sum vanliga røkja sessin framman fyri Janus, Rói Ártin og Pætur Dahl, báðir drigist við skaðar, og tað verður ikki roknað við teimum báðum til dystin. Sostatt verður Ion Geolgau nærum noyddur at finna sær eina nýggja vinstru síðu. Trupulleikin er tó til at loysa, og roknast kann við, at onkrir av ungu leikarunum á næstbesta liðnum umframt Florin Mihaéscu verða við í hópinum sunnudagin. Minnast '91 Í B36 hava teir at kalla slept øllum vónum um heiðursmerki í ár, men hetta merkir avgjørt ikki, at teir ætla at taka sær av løttum í morgin. Fyri viku síðani fekk B36 rættuliga glið á, tá teir hølvaðu NSÍ av, so sjálvsálitið hjá leikarunum tykist nú á veg upp aftur, eftir leingi at hava verið í aldudalinum. Jens Kristian Hansen, sum er liðskipari hjá B36, sigur, at fyri teirra viðkomandi er bert eitt at gera, og tað er at stríðast fyri teimum trimum stigunum, sum spæld verða um. Bjarni Prior, sum loksins er komin seg eftir skaða, fekk triðja gula kortið móti NSÍ, men í hansara stað kemur Mikkjal Thomassen, sum var leikbannaður tá. Jens Kristian roknar við, at allir mans annars eru Í B36 munnu teir heldur ikki hava gloymt seinasta umfarið av landskappingini í 1991. Tað ferðini kundi B36 gerast meistarar, um teir vunnu á HB, sum einki hevði at spæla fyri. Endaliga úrslitið gjørdist tó 1-1, og FM steypið fór tí til Klaksvíkar. Við øvugum forteknum líkist støðan í dag nógv teirri frá 1991, so alt talar fyri eini sera spennandi grannauppgerð, tá annar partur av slagnum um havnina skal standa.. Gunnleyg fer til ÍBV Eftir royndarvenjing fyri viku síðani, hevur Gunnleyg Berg nú tikið avgerð um at fara til Íslands at royna hondbóltsevni síni Jákup Mørk Fyri viku síðani skrivaðu vit, at tær báðar Gunnleyg Berg úr Neistanum og Annika Ljósstein úr Stjørnuni, fóru til Íslands, har tær í fyrsta umfari skuldu royndarvenja við íslendsku meistarunum úr ÍBV. Umframt venjingar, vóru tær eisini við í tveimum venjingardystum, og eftir øllum at døma, hevur venjarin verið væl nøgdur við tað, sum tær báðar hava víst. Báðar bidnar Í øllum førum fingu tær báðar hondbóltsgenturnar boð um at koma aftur til íslands, tí felagið var áhugað fyri hesum. Endaliga avgerðin varð tikin hósdagin, og meðan Annika ikki hevði hug at fara, ivaðist Gunnleyg ikki, tá møguleikin var til staðar. Longu mánadagin gongur leiðin til Íslands, har skjøtul verður settur á kappingarárið hósdagin. Gunnleyg sigur við Sosialin, at hetta so avgjørt er ein møguleiki, sum hon sær fram til við stórum spenningi, men hon leggur tó afturat, at tað verður sera trupult at endurtaka gullmerkini frá undanfarna kappingarárið. ÍBV hevur nevnliga mist fleiri týðandi leikarar í mun til í fjør, og umframt Gunnleyg eru í øllum førum tvær aðrar, sum júst eru komnar til felagið. Harumframt sóknast felagið framvegis eftir einum vinstra bakki, eftir at tað ikki eydnaðist at fáa Anniku til Íslands, men í løtuni er ikki greitt, hvaðani henda skal koma. Umframt at venja hondbólt tvær ferðir um dagin, skal Gunnleyg arbeiða hálva tíð, so talan verður um heilt aðrar umstøður, enn tær, sum vanliga eru galdandi fyri føroyskar hondbóltsleikarar. Umframt at luttaka í Íslendsku kappingini, skal ÍBV eisini royna seg í europeiskum høpi, har íslendsku meistararnir skulu royna seg móti einum ungverskum liði. Hevði ikki hug Fyri mong tykist tað kanska løgið, at Annika Ljósstein segði nei takk, tá ein slíkur møguleiki tók seg upp. Sjálv tykist Annika tó ikki at ivast í, at avgerð hennara var røtt. Hugurin til at fara var ikki nóg stórur, og tí haldi eg meg hava tikið røttu avgerðina, sigur Annika. Vit hava seinastu tvey árini bygt eitt sera spennandi lið her í Klaksvík, og hóast vit nú eru meistarar, so vil eg fegin framhaldandi vera ein partur av hesum liðnum. Umstøðurnar og tilboðið úr Íslandi var annars í fínasta lagi, men tá tað kom til stykkis, so var hugurin ikki til staðar, og tí kundi eg ikki velja øðrvísi, hóast tað eru mong, sum hava sagt við meg, at eg havi spilt ein stóran møguleika, sigur Annika Ljósstein at enda. Hvussu er og ikki, so tykjast hondbóltskvinnur okkara nú at taka upp sama leist, sum fótbóltsdreingirnir hava gjørt seinnu árini, og spennandi verður tí at vita, hvørt hetta eisini fer at koma til sjóndar á landsliðnum, sum eisini hevur spennandi uppgávur fyri framman. HB er fremst FSF fekk hósdagin svar frá løgfrøðingum sínum, sum siga HB vera fremsta lið í landskappingini. Jákup Mørk Tað er nú greitt, at einki lið kann rópa seg føroyameistara í bestu mansdeildini, fyrr enn seinasta umfar í landskappingini er leikt. Støðan kundi annars verið øðrvísi, um løgfrøðisligu ráðgevarnir hjá FSF mettu, at VB er fremsta liðið í landinum í løtuni. Mál einki at siga Í tíðindaskrivi til fjølmiðlarar boðar FSF frá, at sambært løgfrøðisligu ráðgevum teirra, eru lógirnar soleiðis háttaðar, at sum støðan er í løtuni, er HB á fremsta plássinum. Tað hevur annars verið ivamál um,hvussu grein 33, petti 2, í kappingarreglunum skal tulkast. Her verður boðað frá, at standa lið á jøvnum, eru innanhýsis dystir avgerandi fyri, hvat lið er fremri. Stendur framvegis á jøvnum, er málmunurin avgrandi. Teir báðir dystirnir millum VB og HB í ár endaðu báðir javnir. 2-2 í Havn og 0-0 í Vági. Stóri spurningurin hevur verið, um tað eigur at vera vágbingum til fyrimuns, at teir hava skotið fleiri mál á útivølli, soleiðis sum tað eitt nú er galdandi, tá semifinalur og finalur í FSF verða leiktar. Vágbingar hava hildið fast um, at útivallarmál eiga at telja við, meðan HB'arnir hava sagt, at hetta ikki stendur ávíst nakrastaðni. Bert stigini telja Nú er so staðfest, at tað bert eru stigini, sum telja í hesum føri. Í niðurstøðuni verður sagt frá, at grein 33, petti 2, bert sigur at innanhýsis dystir eru avgerandi. Hetta verður tulkað soleiðis, at stig vunnin í innanhýsis dystum eru avgerandi. Skuldi talan verið um málmun, átti hetta at verið staðfest í reglunum. Tað merkir samstundis, at mál als einki hava at siga í hesum føri. Heldur ikki, um talan var um at liðini høvdu vunnið hvør sínar dystir við fullkomuliga ymsum málmunum. B68 er framvegis við At innanhýsis dystir á hendan hátt, merkir í løtuni, at HB er fremsta lið í landinum, men støðan kann broytast nógv um vikuskifti. Um so er, at HB tapir grannauppgerðina móti B36, samstundis sum B68 vinnur á VB í Vági, er fullkomuliga vent í holuni. Tá verður B68 nr. 1, VB nr. 2 og HB nr. 3. Hetta tí innanhýsis dystir tá verða roknaðir, hvussu stigatalvan sær út, um vit bert rokna við teimum trimum oddaliðunum. Her hevur B68 vunnið 7 stig móti VB og HB (treytað av sigri í Vági), VB hevur tá 5 stig móti HB og B68, meðan HB bert hevur vunnið 3 stig móti hinum báðum oddaliðunum. Alt hetta eru tó bert hypotetiskar útrokningar, og tað kann væl vera, at støðan er ein heilt onnur sunnukvøldið, tá dystirnir eru leiktir á vøllinum. Tað er jú fyrst og fremst har, at avgerðirnar skulu fella. Skrivið frá FSF er annars soljóðandi: >>Við tað at ivi hevur tikið seg upp um, hvussu grein 33, stk. 2, í kappingarreglunum fyri fótbólt skal tulkast og, hvussu støðan í fótbóltslandskappingini skal gerast upp, tá liðini standa á jøvnum stigum, er Fótbóltssambandið komi til hesa niðurstøðu: Reglan í grein 33, stk. 2, 1. petti. skal skiljast soleiðis, at hugt verður eftir, hvussu nógv stig viðkomandi lið hava fingið mótvegis hvørjum øðrum í innanhýsis dystum. Talan verður sostatt um eina uppgerð, har hædd ikki verður tikin fyri, hvussu málmunurin er millum viðkomandi lið. Orsøkin til hesa niðurstøðu - sum annars samsvarar við orðaljóðið í greinini - er, at í 1. petti verður onki nevnt um málmun, og at málmununurin bert verður umrøddur í 2. og 3. petti. Orðingin í 2. og 3. petti gevur tí onga meining, um málmunurin eisini skal verða avgerðandi, tá uppgerðin fer fram sambært 1. petti. Viðvíkjandi spurninginum um málmun annars er at viðmerkja, at í uppgerðinini av støðuni í landskappingini kann bert verða hugt eftir sjálvum málmuninum og, hvat liðið hevur flest vunnin mál. Ongastaðni í grein 33, stk. 2 hevur tað týdning fyri uppgerðina, um mál eru vunnin á útivølli ella ikki.<< Veðratíð er Nógvastaðni kring landið taka menn veðrar hesa árstíðina. Bæði av traðum og úr feitilendum. Og kappast verður um, hvør man eiga tann besta Menn ganga í hesum døgum kring bygdirnar og tosa um veðrar og vekt. Ymiskt er, hvussu roynist, men sum heild letur til, at árið fer at verða rímiliga gott. Serliga eru tað teir, sum hava havt seyð gangandi í feitilendum, sum hava verið og tikið. Nógvastaðni er neyðugt at fara nakað tíðliga, tí veðurlíkindini kunnu gera, at tað skjótt gerst ov seint. Vágamenn gera nakað av at hava seyð gangandi norðantil á og undir oynni. Eitt nú hava miðvingar seyð í Urðini, teir kalla, eystan fyri Ritunøvina. Hósdagin vóru teir eftir seyði í Urðini, og har royndist bara væl. Best var eitt heystlamb hjá Wensili Nattestad, sum vá heili 92 pund, tá tað varð flett. Metvekt í Stakkinum Veðrarnir úr Tjørnuvíksstakki í ár eru teir bestu, nakrantíð eru komnir, siga tjørnuvíkingar, sum vóru í Stakkinum leygardagin Tjørnuvík: Tann besti veðrurin, tjørnuvíkingar fingu úr Stakkinum í ár, vá100 pund. Og tað er met, siga tjørnuvíkingar. Leygardagin vóru tjørnuvíkingar í Stakkinum eftir veðrunum, teir hava havt gangandi har úti síðan einaferð í maj mánaða. Tríggir vóru teir, og teir royndust óføra væl. 74, 95 og 100 pund, vísti vektin, tá teir vóru flettir. Teir góvu eisini væl av pengum í kassan hjá Stakkinum, sigur Dávur Emil Hansen, forðmaður i Stakksnevndini. Dagurin var hildin sum eitt slag av stevnudegi í Tjørnuvík. Væl av fólki var komið til bygdar, tá seyðir og lundar úr Stakkinum vórðu seld á uppboðssølu klokkan fimm seinnapartin. Men áðrenn tað hevði verið ymiskt annað at upplivað í Tjørnuvík. Kular Røtur og tann navnframi Trølla Pætur høvdu vitjað, og tað varð sera væl umtókt í Tjørnuvík hendan dagin. Børnini hugnaðu sær óført. Klokkan fimm varð so hildin uppboðssøla yvir tveir veðrar og nakað av lunda, sum goymt var til endamálið. Samlaða inntøkan av hesum var góðar 22.000,- krónur. Umframt varð tann triðji veðrurin lutaður burtur á lutaseðli. Tað gav 30.000,- krónur í kassan. So samanlagt gav tiltakið Stakkinum góðar 53.000,- krónur. Veðrarnir vórðu allir verðandi í Tjørnuvík. Tjørnuvíkingar keyptu teir báðar á uppboðssøluni, meðan ein tjørnuvíkingur vann tann, sum varð burturlutaður. Peningurin, sum kom inn, fer allur til Stakkin, sigur Dávur Emil Hansen. Teir hava gjørt ymiskt við húsið í Stakkinum í summar, soleiðis at umstøðurnar hjá ferðafólki at koma út, vera betraðar. Og okkurt er eftir at gera, sum teir ætla at fáa frá hondini komandi ár, sigur hann. Árið í ár skuldi annars verið sabbatár hjá Stakkinum, hvat seyði viðvíkur. Tað er soleiðis, at vanliga gongur seyður tvey ár í Stakkinum, og so er hann friðaður tað triðja. Men í ár varð avgjørt at seta tríggjar seyðir út í samband við aldrarskiftið, sigur Dávur Emil Hansen. Teir plaga at sleppa seks óm og tveimum hornaseyðum út um heystið, sigur hann. Tey ganga so allan veturin. Lemba ærnar so um várið, verður tað so mikið meira at taka aftur um heystið. Vanliga eru tað avdeyðaær, teir sleppa út, meðan verðulombinbi plaga at vera sovorðin miðalgóð lomb. Leygardagin vóru 39 fólk í Stakkinum eftir teimum trimum veðrunum. Farið varð klokkan átta á morgni, og beint eftir middag vóru tey aftur í Tjørnuvík. Tá stakksfólkið var afturkomið, fingu tey øll lunda til døgurða í bygdarhúsinum. Seinni leygarkvøldið varð skipað fyri Stakksdansi í bygdarhúsinum í Tjørnuvík. Leggja tak yvir Fútaklett Nýggj høll verður bygd á alistøðini Fútakletti. Talan er um betran av verandi umstøðum heldur enn útbygging av orkuni Fútaklettur: Á alistøðini Fútakletti í Vágum verður nýggj høll bygd yvir tey alikørini, sum nú standa úti. Umframt verður møguleiki at húsa ymsum, sum hevur ov ringar umstøður í dag. Alistøðin á Fútakletti er ein av teinum størru í landinum. Har er bæði smoltaling og lívfiskur at strúka. Lívfiskurin gongur ikki bara á Fútakletti, uttan eisini í ringum á sjónum. Tey hava bæði laks og síl gangandi á Fútakletti. Tað arbeiða eini sjey fólk alt samdøgurði hvønn dag í viku á støðini. Men umstøðurnar hava ikki verið nøktandi seinnu tíðina, sigur Atli Gregersen, stjóri. Fleiri av smoltkørunum standa úti, og tað er ikki nóg gott, sigur hann. Tí er farið undir at gera klárt til eina nýggja, stóra høll, soleiðis at kørini sleppa undir tak. Tá fer at bera til at taka lokini av, og tað ger tað beinanveg arbeiðsligari á støðini. Tá støðin í síni tíð varð bygd, var virksemið ikki tað, tað er í dag. Alarmcentralur, starvsstova og matarhøli eru høli, sum treingja til nógv betri umstøður, enn tey hava í dag. Og tað er ein av ætlanunum við útbyggingini, sigur Atli Gregersen. Hann sigur, at útbyggingin í meira mun er betran av umstøðunum, enn liður í ætlanum um at økja framleiðsluna nú beinanveg. Útbyggingin verður norður eftir og oman um verandi bygningar, sigur Atli Gregesen. Samstundis verða parkeringsviðurskiftini og ferðslumøguleikarnir til og frá støðini bøttir munandi, sigur hann. Ávirkan frá oljuvinnu kannast Fróðskaparsetrið og bretska felagið Menas skulu gera eina umfatandi kanning av ávirkan, sum komandi oljuvinnan fer at fáa á føroyska samfelagið. Bretska oljufelagið BP Amoco fíggjar ætlanina Søgu- og samfelagsdeildin við Fróðskaparsetur Føroya er komin upp í eina umfatandi kanning av ávirkanum, sum oljuvinnutilgongdin hevur á føroyskan búskap, samfelag, mentan og umhvørvi. Eftir at oljuleitingarloyvini á føroyskum øki eru latin hevur BP Amoco Exploration (Faroes) Limited gjørt avtalu við Menas Associates Limited og Fróðskaparsetur Føroya um at gera eina óhefta kanning. Kanningin er skipað sum ein vísindalig granskingarverkætlan og er ætla øllum áhugaðum, ið vilja leita sær ráð um føroyska oljuvinnu. Kanningin byggir á undanfarnar kanningar í sambandi við uppbyggingina av einum føroyskum oljuídnaði, sum t.d. Frágreiðingin hjá Oljuráðleggingarnevndini frá 1998. Kanningin er skipað, so hon tryggjar luttøkuna hjá einum víðum skara úr føroyska samfelagnum. Opið verður fyri íkasti frá almenninginum, aðalstýrum landstýrins, vinnulívsfólki og umboðum hjá vinnuni, feløgum og umboðum hjá bygdum og býum og feløgum annars, ið umboða lokal áhugamál. Liðið av granskarum fevnir um serfrøðingar av ymsum slag frá eini røð av ymsum stovnum, herímillum Centre for the Economics and Management of Aquatic Resources við the University of Portsmouth, England, and the Environment and Society Research Unit við University College, London. Harafturat vil kanningin verða dugnað við ráðum av granskarum frá Fróðskaparsetri Føroya, the London School of Economics and Political Sciences og the Queen's University í Belfast. Kanningin verður stjórnað og samskipað av John Chritstensen, sum er leiðandi ráðgevi innan búskap og stjóri á Menas Associated Limited og av Suna á Dalbø, ið er granskari knýttur at Søgu- og samfelagsdeildini við Fróðskaparsetrið. Nærri upplýsingar um luttakararnar í kanningini er heftar við. Menas Menas Associated Limited er eitt óheft bretskt ráðgevavirki, sum veitir stjórnum og vinnu serkøna ráðgeving. Menas er ført fyri at draga nyttu burtur úr einum fjølbroyttum serkunnleika á nógvum økjum og í nógvum londum gjøgnum síni sambond við lærdar háskúlar og granskingarstovnar kring allan heim. Síðani 1978 hevur Menas veitt serkunnleika og serfrøðingaráðgeving til eitt stórt tal av oljufeløgum og øðrum feløgum, sum takast við at veita orku. Somuleiðis hevur Menas givið fleiri stjórnum ráð, serliga viðvíkjandi búskapi, politikki og umhvørvi. Umframt teir báðar ráðgevarar eru eisini aðrir persónar við í kanningarætlanini. Teir eru Jay Wagner, Sveinur Tummasson, Dennis Holm, Kevin Collins, Bjarni Mortensen, George Joffé, Jógvan Mørkøre og Stephen Royle. Haraftrat verða eisini aðrir við í projektinum. Tey, sum vilja vita meira um bretska felagið, kunnu leita inni á www.menas.co.uk. Somuleiðis fæst eisini meira at vita um Fróðskaparsetrið á www.sleipnir.fo/setur Nýggjur studentaskúli byggjast í Vági Peningur skal setast av til projektering næsta ár og so verður farið í holt við byggingina beinanvegin í 2001 Nú skal nýggjur studentaskúli byggjast í Vági. Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í skúlamálum, sigur, at landsstýrið hevur sett eina millión av á fíggjarlógini komandi ár til at projektera nýggjan miðnámsskúla í Vági. Ætlanin er so at seta tilsamans 21 milliónir av, umframt mvg, til at byggja skúlan fyri. Peningurin skal setast av í 2001, 2002 og 2003, so at skúlin skal vera liðugur í 2003. Torbjørn Jacobsen sigur, at ætlanin er at seta eina bygginevnd at fyrireika arbeiðið. Ætlanin er at velja bygginevndina heilt skjótt so at hon sleppur til verka beinanvegin í komandi ári. Bygginevndin skal síðani leggja arbeiðið til rættis, men landsstýrismaðurin væntar, at arkitektakapping verður fyriskipað um skúlan. Miðnámsskúlin í Suðuroy hevur havt eina umskiftiliga tilveru. Tey fyrstu árini var undirvísing bæði á Tvøroyri og í Vági. Seinni var hann fluttur til Vágs burturav, men har hevur hann hildið til í trimum ymsum húsum og tað eru ikki tær bestu umstøðurnar. Ein orsøk til, at skúlin ikki langt síðani hevur fingið hóskandi høli, er, at suðuroyingar samdust ongantíð um, antin skúlin skuldi vera, á Tvøroyri ella í Vági. Í áttatiárunum var neyðsemja gjørd um at byggja skúlan í Hovi. Skúli varð teknaður, men so kom kreppan og beindi fyri teirri ætlanini. Torbjørn Jacobsen sigur, at ætlanin er ikki at byggja uppí skúlan sum er, men at byggja ein spildurnýggjan skúla og hann skal vera í Vági. Vit eru stungin í ryggin Føroya Areiðarafelag vil ikki góð-taka framferðina hjá Starvsmannafelagnum og tí er samstarvið ímillum fakfeløgini hótt Samstarvið ímillum fleiri av teimum stóru fakfeløgini er nú av álvara hótt. Tað er ein ósemja ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Starvsmannafelagið, sum nú hevur sett kílar í samstarvið ímillum tvey av teimum størstu og máttmiklastu fakfeløgunum. Hesi bæði fakfeløgini eru tveir av limunum í Sjeymannabólkinum, sum er ein samstarvsbólkur, sum sjey av teimum stóru fakfeløgunum sita í. Stjala limir Men nú tekur Føroya Arbeiðarafelag fyrivarni fyri samstarvinum í Sjeymannabólkinum. Orsøkin er, at Føroya Arbeiðafelag er sera ónøgt við framferðina hjá Starvsmannafelagnum í spurninginum um viðurskiftini hjá dagrøktarmammunum kring landið. Allar dagrøktarmammur, uttan tær í Havn og í Klaksvík, eru limir í lokalfeløgum, sum eru limir í Føroya Arbeiðarafelag. Men nú roynir Starvsmannafelagið at fáa dagrøktarmammur ymsastaðni í landinum at melda seg úr Føroya Arbeiðarafelag og upp í Starvsmannafelagið ístaðin. Hetta eru dagrøktarmammur, sum sjálvar hava meldað seg inn í tey lokalu arbeiðarafeløgini. Og hetta hendir samstundis sum vit royna at fáa sáttmála fyri dagrøktarmammurnar, sigur Ingeborg Vinther Hon sigur, at hon veit meiri enn eitt dømi um, at Starvsmannafelagið hevur sett seg í samband við býráðs- og bygdaráðsformenn og biðið teir um at seta seg í samband við leiðararnar fyri dagrøktunum í kommununi. Leiðararnir eru í Starvsmannafelagnum og so skulu teir royna at fáa dagrøktarmammurnar at melda seg í Starvsmannafelagið, hóast tær longu eru limir í Føroya Arbeiðarafelag. Hon veit eisini dømi um, at Starvsmannafelagið hevur boðið dagrøktarmammum, sum eru limir í Føroya Arbeiðarafelag, til kunnandi fund. Vit føla rætt og slætt, at Starvsmannafelagið hevur stungið okkum í bakið og slíka framferð, kunnu vit ikki góðtaka, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. Hon sigur, at ónøgdin við framferðina hjá Starvsmannafelagnum er so stór, at Føroya Arbeiðarafelag nú fer at umhugsaa støðu sína í Sjeymannabólkinum. Tað er ein spurningur um vit yvirhøvur kunnu taka lut í einum samstarvi saman við einum felag, sum stingur okkum so meint í ryggin, sum Starvsmannafelagið hevur gjørt. Hon sigur, at í hesi vikuni fer nevndin í Føroya Arbeiðarafelag at gera støðuna upp. Í hesum fundinum fara vit at taka limaskap okkara í sjeymannabólkinum upp fyri at vita, um vit framhaldandi skulu vera við har. Síðani mugu vit hava fund við Sjeymannabólkin. Hon sigur, at sjálv gevur hon lítið fyri slíkt samstarv, tá ið tað eina felagið kann bera seg so óloyalt at ímóti einum øðrum felag og tí mugu viðurskiftini takast upp. Tað, sum Starvsmannafelagið ger, er so óloyal framferð, sum eg ikki havi vitað áður, sigur Ingeborg Vinther. Umframt hesi bæði feløgini, eru tað Sjúkrasystrafelagið, Lærarafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Handverkarafelag, sum eru limir í Sjeymannabólkinum. Ingeborg Vinther heldur, at tað vildi verið stórt spell, um hetta samstarv skuldi dottið niðurfyri, tí tað hevur verið gott og tað hevur eisini havt slagkraft. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking til støðuna frá Starvsmannafelagnum áðrenn blaðið fór til prentingar, tí formaðurin var ikki at hitta. Korini á arbeiðsmarknaðinum skulu betrast Landsstevnan hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið álegði flokkinum at bøta munandi um korini á arbeiðsmarknaðinum. Millum annað skal barnsburðarfarloyvi leingjast til tvey ár Reglan um, at fyritøkur við skerdari uppsagnarfreist kunnu siga fólki upp, hava tey verið sjúk meira enn 120 dagar skal burtur. Hetta var ein av samtyktunum um mundani ábøtur á korini á arbeiðsmaknaðinum á landsstevnu Javnaðarfloksins um vikuskiftið. Í staðin fyri regluna um 120 sjúkradagar, skal finnast ein skipan við einum sjúkraráð á arbeiðsplássunum, ið skal finna aðrar útvegir enn at senda fólk til hús, hava tey verið sjúk meira enn 120 dagar í einum ári. Hetta ráð skal umframt leiðsluna á arbeiðsplássinum vera mannað av starvsfólkum. Úrslitið av hesum heldur Javnaðarflokkurin vera, at vit fáa ein rúmligari arbeiðsmarknað, ið eisini hevur pláss fyri fólki, sum eina tíð ella varandi ikki hava fullan arbeiðsførleika. Longri farloyvi Stendur tað til Javnaðarflokkin, skal barnsburðarfarloyvi leingjast heilt upp í tvey ár, og skal tað harumframt eisini fevna um tey tímaløntu. Hetta heldur flokkurin vera eitt týðandi familjupolitiskt tiltak. Barnsburðarfarloyvið á arbeiðsmarknaðinum er í dag hálvt ár við løn. Somuleiðis ætlar Javnaðarflokkurin sær at virka fyri, at ein barnsburðargrunnur fyri allan arbeiðsmarknaðin verður settur á stovn beinan vegin, soleiðis at fastlønt og tímalønt eisini her verða javnsett. Fyrrverandi landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, Finnbogi Arge, boðaði annars fyri góðum ári síðani frá, at hann fór at arbeiða fyri at seta á stovn ein barnsburðargrunn. Hesin barnsburðargrunnurin er kortini enn ikki vorðin veruleiki. Eingir karensdagar Landsstevnan hjá Javnaðarflokkinum samtykti eisini, at mismunurin millum tímalønt og fastlønt viðvíkjandi sjúkradagpeningi skal fyribeinast beinan vegin, soleiðis at øllum verður tryggjað fult endurgjald undir sjúku frá fyrsta sjúkradegi. Eftir verandi skipan fáa fastlønt lønt sjúkradagpening frá fyrsta sjúkradegi, meðan tey tímaløntu ikki fáa dagpening fyrr enn frá triðja sjúkradegi. Javnaðarflokkurin hevur fyrr saman við restini av andstøðuni lagt uppskot fyri tingið um at broyta hendan misjavna, men uppskotið varð felt við teirri grundgeving, at landsstýrið arbeiddi við málinum. Tíðliga í ár kom ein arbeiðsbólkur undir Almanna- og Heilsumálastýrinum við einum uppskoti um, hvussu karensdagarnir fyri tey tímaløntu kundu takast burtur, men enn er landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum enn ikki komin í tingið við nøkrum uppskoti um hetta. Hetta var Hans Pauli Støm, sum í Javnaðarflokkinum tekur sær av arbeiðsmarknaðarmálum, rættuliga argur um á landsstevnuni. Tí gjørdi hann vart við, at flokkurin aftur fer at virka fyri, at fáa hendan ójavna burtur. Lækka pensjónsaldurin Semja var á landsstevnuni um, at pensjónsaldurin fyri fiskimenn eigur at verða lækkaður. Mett varð, at fiskimaðurin slítist meira enn vanligi arbeiðsmaðurin. Tí varð samtykt, at Javnaðarflokkurin skal virka fyri, at pensjónsaldurin fyri fiskimenn verður lækkaður úr 67 árum niður í 60 ár. Eisini fer Javnaðarflokkurin at virka fyri, at ein nýggj útbúgvingarskipan fyri arbeiðsmarknaðin verður sett á stovn og verður tengd at eini lóggávu um farloyvisskipanir og lønarendurgjald. Landsstevnan var samd um, at ójavnarnir og ótryggleikin á arbeiðsmarknaðinum eru øktir undir sitandi samgongu, og tí er tørvurin á ábótum á arbeiðsmarknaðarpolitikkin vorðin átrokandi. Mælir til fiskidagamarknað Landsstevna Javnaðarfloksins mælir í samtykt síni til, at ein fiskidagamarknaður verður settur á stovn at umsita fiskidagar og rættindi Verandi fiskidagaskipan verður misnýtt og má broytast. Hetta vóru fólk samd um á landsstevnu Javnaðarfloksins um vikuskiftið. Tí samtykti landsstevnan at mótmæla, at fiskirættindi og fiskidagar eru vorðin handilsvøra hjá nøkrum fáum at ríka seg upp av. Landsstevnan mælir í fundarsamtyktini til at broyta fiskidagaskipanina og seta á stovn ein fiskidagamarknað at umsita fiskidagar. Hetta, heldur Javnaðarflokkurin, hevði møguleikunum hjá nýggjum fólki at sleppa uppí fiskivinnuna. Flokkurin heldur nevniliga, at verandi skipan forðar nýggjum fólkum at koma upp í skipanina. Hetta orsakað av spekulatión og handli við fiskirættindum. Næstformaðurin var gestur Næstformaðurin í danska fólkatinginum, Ole Løvig Simonsen, var gesarøðari á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum í ár. Næstformaðurin í danska fólkatinginum, Ole Løvig Simonsen, var gesarøðari á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum í ár. Í røðu síni fegnaðist hann um stóra yvirskotið á fíggjarlógini og røddi annars um ríka mentanarlívið í Føroyum. Ole Løvig Simonsen segði einki um støðu sína til fullveldismálið. Heldur ikki vildi hann gera nakrar viðmerkingar til Sosialinum um ríkisrættarligu støðuna. Tað einasta, eg vil siga er, at eg taki fult undir við góðu røðuni hjá Jóannes Eidesgaard, var viðmerkingin frá Ole Løvig Simonsen. Starvsnevndin víðkað Javnaðarflokkurin valdi á landsstevnuni leygardagin tvey umboð afturat í starvsnevnd floksins Fýra nýggir limir komu í starvsnevdina hjá Javnaðarflokkinum, tá landsfundurin leygardagin atkvøddi um, hvørjir limir skulu manna nevndinia komandi árið. Nevndin er nú víðkað við tveimum limum og tveir av gomlu limunum, ið ikki tóku við afturvali, eru skiftir út. Á landsfundinum í Skopun í fjør varð gjørt av, at starvsnevndin skuldi víðkast við tveimum limum. Næstformennirnir skulu nú vera tveir, harav annar skal vera kvinna. Harumframt skal talið av vanligum nevndarlimun nú vera ein meira enn áður. Nýggju limirnir í starvsnevndini eru nú Jansy Olsen úr Eysturoyar Javnaðarfelag, Katrin Dahl Jacobsen og Bergur Dam úr Suðurstreymoyar Javnaðarfelag og Ragnhild Olsen frá SU. Bergur Dam og Jansy Olsen hava nú tikið við sum næstformenn eftir Dan Reinhert Petersen, sum hevur verið næstformaður seinastu árini. Veðrið Lágtrýstið í útsynning úr Írlandi fer norðureftir og brúgvalagið verður við Føroyar mikudagin. Lágtrýstið vestanfyri Skotland grynnist, men lágtrýstið við Hvarvið fer eystureftir og dýpist. Veðrið í dag: Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørkaflókar. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið mikudagin: Stívt andøvsgul av landsynningi, um kvøldið upp í hvassan vind. Regn av og á og hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið hósdagin: Hann minkar vindin niður í andøvsgul av suðri og sólglottar, men eisini okkurt ælið. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og stundum regn ella ælingur. Hitin millum 8 og 12 stig. Í gjár: Lágtrýstið í útsynning úr Írlandi fer norðureftir og brúgvalagið verður við Føroyar mikudagin. Í dag: Lágtrýstið vestanfyri Skotland grynnist, men lágtrýstið við Hvarvið fer eystureftir og dýpist. Vandi við virðisbrævamarknaði Verður ein føroyskur virðisbrævamarknaðaur settur á stovn, er vandi fyri, at tey stóru almennu feløgini í Føroyum verða seld á útlendskar hendur, heldur Jóannes Eidesgaard Vandi er fyri, at landsstýrið á einum føroyskum virðisbrævamarknaði fer at selja út av stóru almennu feløgunum, fyri at fíggja eina skiftistíð í fullveldismálinum. Hetta vísti Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, á í formansfrágreiðing síni á landsstevnuni í læraraskúlahøllini í Havn fríggjakvøldið. Uppskot um búskapargrunn, sum skal fíggja skiftistíðina hevur verið at hoyrt. Men ein grunnur er bert nakað verdur, um pengar eru í honum. Jóannes Eidesgaard heldur, at verður ein føroyskur virðisbrævamarknaður settur á stovn, ætlar landsstýrið helst, at Atlantic Airways, Føroya Tele, Føroya Fiskavirking og onnur líknandi almenn feløg verða skrásett á hesum marknað. Sleppa tá útlendingar framat, vita vit, hvat klokkan er sligin, segði Jóannes Eidesgaard. Tá verður arvasilvurið eftir hansara fatan nevniliga selt , soleiðis at sølupengarnir kunnu fíggja skiftistíðina, danir ikki vilja lata landsstýrinum, í hvørfall í eina tíð. Landsstevnan tók undir við hesi fatan og samtykti, at stuðla floksins støðu ímóti at avreiða almennar ognir til privatar fyri løtuvinning, sum skal fíggja fullveldið. Samtyktin tekur eisini undir við orðunum hjá Jóannes Eidesgaard um, at privatisering í veruleikanum er ein avdemokratisering, har fólksins møguleikar fyri ávirkan eru burtur og virðini í staðin latin spekulantum at gera sær dælt av. Ungdómsstevna í Klaksvík Heima Missións Ungdómur setir í heystfrítíðini øllum ungdómum stevnu í Klaksvík, har bíbliuundirvísing og tónleikur fara at seta sín dám á stevnuna Nógv ymiskt verður á skránni, teir dagarnar stevnan verður. Umframt bíbliutímar verður eisini nógvur tónleikur at hoyra. Tíggju ymiskir bólkar fara at spæla og syngja á stevnuni. Nevnast kann Vox, sum var við á Gospelfestivalinum í Norðurlandahúsinum í fjør. Trúðboðarar hjá Heimamissiónini fara at hava bíbliuundirvísingina. Til ber hjá luttakarunum at velja seg inn á teir tímarnar, sum síggja mest áhugaverdir út. Umframt vanligu undirvísingina verður eisini serlig undirvísing fyri gentur og dreingir. Í "Gentukrókinum" verður tosað um ymisk evni, sum eru viðkomandi fyri gentur. Um gleði og ótta, kenslir og sjálvsvirðing. Hesin tími er bara ætlaður gentum, og tí hava dreingir og foreldur onga atgongd. Á sama hátt verður eisini ein áhugatími fyri dreingir, sum kallast "Dreingjahornið". Umframt alt hetta verða eisini nógv frítíðartiltøk á skránni. Nógv hava longu teknað seg, og tí ræður um at bera skjótt at fyri at fáa pláss á teimum tímunum, sum hava størst áhuga. Eini 100 hava longu boðað frá luttøku. Heima Missións Ungdómur skipaði fyri líknandi tiltaki fyri tveimum árum síðani, og tá vóru 350 ungdómar savnaðir á Giljanesi. HMU hevur roynt at kunna um tiltakið á ymiskan hátt, og í løtuni ferðast Jan E. Petersen, sum er nýggjur hjálpartrúboðari, runt til allar skúlar í landinum við faldarum. Landsungdómsstevnan, sum vanliga er nevnd LUS, er fyri øll ung úr 7. flokki og uppeftir. Kommunur fingið tilboð um brævalán Tíðindaskriv: Landsbankin hevur saman við Norðoya Sparikassa og Unibank sent kommunum, sum hava ein tørv, tilboð um brævalán til umfígging av verandi skuld. Eitt felag FKI A/S, sum verður stovnað til endamálið, keypir lánsbrøvini frá føroyskum kommunum, sum taka av tilboðnum. Keypið av hesum lánsbrøvunum verður fíggjað við at geva út og selja lánsbrøv á marknaðinum, fyrst og fremst í Føroyum, men eisini í útlondum um neyðugt. Trygdin hjá íleggjarunum, sum keypa lánsbrøv frá FKI er fyrst og fremst lánsbrøvini, sum kommunurnar geva út. Harumframt veitir Kommunali veðhaldsgrunnurin gjaldføristrygd til FKI-lánsbrøvini og sostatt íleggjararnar. Fyri at tryggja ognirnar hjá kommununum í veðhaldsgrunninum, veita kommunurnar transport í skattainntøkunum. Lánið gongur yvir 5 ár. Tey fyrstu fýra árini er ein avdráttur sum er 10% av høvuðsstólinum, og tað fimta árið fellur restin til gjaldingar. Kommunurnar hava fingið freist til 25. September 2000 at svara, hvørt tær taka av tilboðnum ella ikki. Tað stendur kommununum frítt at taka av ella at vraka tilboðið. Løgtingslógin um kommunala veðhaldsgrunnin heimilar grunninum at veita trygd fyri lánum í eini felags loysn, men ásetir eisini at tær kommunur, sum velja at vera uttanfyri eina felags loysn kunnu fáa helvtina av sínum ágóða útgoldnan tann 1. Desember 2000. Restin kann setast sum trygd fyri eini felags loysn. Tá 5 ár eru farin tvs 1. Desember 2005 ásetir lógin at grunnurin verður avtikin og ágóðin skal útgjaldast kommununum. Hetta er ein heilt vanlig fígging fyri marknaðarkor, sum er kend aðrastaðir. Hetta er ein týðandi orsøk til, at landsbankin, Norðoya Sparikassi og Unibank taka stig til hesa fígging. FKI-lánsbrøvini høvdu verið væl egnað at givið út og selt á einum føroyskum virðisbrævamarknaði. Til fíggingartørv hjá kommunum um fimm ár ber hetta væl til. Tað hevur eisini týdning. Tað er eingin ivi um, at tilboðið er gott, hvat rentusømdum viðvíkur. Tað vilja helst allar kommunur viðganga. Tilboðið kann geva nøkrum kommunum, sum hava stóra skuld trongligt gjaldføri, tí at avdráttirnir eru lutfalsliga stórir. Fimta árið skulu flestu kommunur upptaka nýggj lán til at endurfíggja restskuldina, men tá eru allar kommunur, sum velja hesa loysnina, væl fyri og fáa ikki trupulleikar við hesum. Nakrar kommunur, sum vísa tilboðnum frá sær, tí at avdrátturin er ov stórur, vera í stórum vanda fyri at fáa so vánaligar rentusømdir aðrastaðni, at tær eftir bert fáum árum kunnu fara at rinda líka nógv í rentum, sum tær skulu rinda til rentur og avdráttir í hesum tilboðnum. Flest allar kommunur hava ynskt at fáa eitt tilboð. Tórshavnar kommuna hevur sagt seg vera glaða fyri hetta tilboðið, men hon hevur ikki biðið um at fáa tað. Í hesum førinum er tilboðið sent fíggjarnevndarlimum, fyri at tryggja at tilboðið verður kent í býráðnum. Fortíð og nútíð Eg var so heppin at sleppa at síggja spennið sum tey dugnaligu fólkini frá Føroya Forminnissavni júst hava funnið heima á Sandi. Tú fær eina løgna kenslu av at standa við hesum sjáldsama prýðinum, sum uttan iva hevur glett eina vakra gentu á Sandi fyri 1000 árum síðani. Lætt er at gloyma seg burtur seg í dagdreymum, men vit skulu ikki gloyma at hetta gamla víkingaprýði hevur ein boðskap til okkum, nevniliga samskiftið við umheimin og aðrar mentanir, maður er mans gaman. Víkingaspennið, sum kanska er gjørt í Ruslandi og síðani komið til Føroyar er enn eitt prógv um at Føroyar kanska eru fjarskotnar men hava ongantíð verið avbyrgdar ella gloymdar. Soleingi fólk hevur búleikast her hevur verið samband við umheimin. Hetta er líka týdningarmikið ídag sum áður >>No man is an island<< sum bretska skaldið tók til. Sitandi býráð hevur gjørt góðar konstruktivar avtalur um samvinnu við grannabýir í Noreg og Skotlandi. Hesar avtalur fara at økja samstarvið á fleiri økjum sum td oljuvinnu og ferðamannavinnu. Uttan iva fara granskingarætlanir av ymsum slagi eisini at spyrjast burturúr umframt at tær stuðla tað vinnuliga samstarv sum longu er við hesar okkara næstu grannar. Tað er at vóna, at okkara ungdómar fara at nema sær hægri lestur í hesum londum, og eigur Býráðið at kanna, hvussu hetta kann stuðlast. Sum eftirkomarar víkingana eigur komandi Býráð eisini at fara víðari og fáa samstarv við aðrar býir í Evropu og í øðrum heimspørtum. Hetta vil stimbra okkara mentan og verða ein stuðul hjá okkara vinnulívið. Tá vit tosa um Forminnissavnið má nevnast teirra frálíka framsýningarhøll sum er eitt prýði fyri Tórshavn, og sum á hvørjum sumri hevur hópin av vitjandi fremmindafólki. Tíðanverri vita vit ikki so nógv um okkara víkingaøld, men nógva staðni í Føroyum veit Forminnissavnið um áhugaverdar fornleivdir. Verða hesar grivnar út, kunnu tær geva okkum sera týdningarmikla vitan. Spennið á Sandi er bert eitt lítið dømi um, hvat goymir seg undir flagnum. Arbeiðið hjá Føroya Fornminnissavni hevur alstóran stóran týdning fyri Føroyar og fyri okkara samleika sum tjóð. Tað er sjálvsagt, at hesin stovnur skal hava rúmligar fíggjarliga ræsur at virka undir soleiðis, at okkara fornminnir ikki fara fyri skeyti, men verða varðveidd fyri framtíðina og okkara eftirkomarar. Alltjóða heimurin hevur sera stóran áhuga fyri víkingunum. Ein útgrivin víkingabygd heima á Sandi vil hava sera stóran týdning fyri okkara ferðamannavinnuna og tann akademiska áhugan fyri Føroyum yvirhøvur Johan Mortensen Valevni til Býráðsvalið í fyri Tjóðveldisflokkin Viðmerking til grein á forsíðuni í Oyggjatíðindum fríggjadagin farna Trivnaðarnevdin varð á almennari vitjan í Íslandi í døgunum 15. til 20. septembur. Endamálið við ferðini var at kunna okkum um íslendsk viðurskifti innan almanna- og heilsuverk. Trivnaðarnevndin hevði 13 almennar vitjanir á ferðini, og allir limir nevndarinnar møttu væl fyrireikaðir til allar vitjanir. Frágreiðing frá ferðini sæst á www. logting.fo komandi. Eisini atburður trivnaðarnevndarinnar aftur og fram á ferðini var fyrimyndarligur. Væl lærd av verri royndum hjá undanfarnum politikarum á uttanlandsferð var eitt av aðalmálunum á ferðini at tryggja ein fyrimyndarligan atburð. Hetta metir formaðurin eydaðist til fulnar. Við á ferðini vóru: Marjus Dam, Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen, Rúna Sivertsen, Jóanis Nielsen, Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu. Virðingamest Páll á Reynatúgvu, formaður trivnaðarnevndarinnar Fundarsamtykt frá landsstevnu Javnaðarfloksins Javnaðarflokkurin gjørdi fundarsamtykt á landsfundinum seinasta vikuskifti. Ríkisrættarstøðan Landsstevnan ásannar, at landsstýrið er komið í rasshaft av fullveldisætlanini. Tí er nú í tøkum tíma, at allar kreftir, sum vilja veruligt sjálvbjargni, taka seg saman at loysa hetta mál eftir tí leisti, sum er lagdur fram í uppskoti Javnaðarfloksins til eina komandi sjálvsstýrisskipan. Hetta er besti mátin at fáa breiðu semjuna í fólkinum um sjálvstýri, sum er neyðug fyri, at øll kunnu kenna seg trygg og medvirka til tær broytingar, sum skulu til, fyri at Føroyar kunnu koma at standa á egnum beinum. Hernaðarmálið Landsstevnan slær fast, at tað er í stríð við okkara fólkaræðisligu skipan, at landsstýrið arbeiðir við at innlima Føroyar í Nato ella tess felagsskapir, uttan at løgtingið hevur havt høvi at viðgera spurningin av nýggjum. Felags tilfeingi fólksins ogn Landsstevnan mótmælir, at fiskirættindi og fiskidagar eru vorðin handilsvøra hjá nøkrum fáum at ríka seg upp av. Landsstevnan mælir tí til at broyta fiskidagaskipanina og vísir m.a. á tørvin fyri einum fiskidagamarknaði at umsita fiskidagar. Serliga hevði hetta gagnað møguleikunum hjá nýggjum fólki at sleppa uppí fiskivinnuna. Oljan á føroyskum hondum Landsstevnan harmast um, at uppskotið frá andstøðuni um at stovna alment oljufelag ikki vann frama á løgtingi. Tí áleggur landsstevnan flokkinum áhaldandi at stríðast fyri, at eitt alment oljufelag verður sett á stovn. Privatiseringar Landsstevnan stuðlar floksins greiðu støðu ímóti at avreiða almennar ognir til privatar fyri løtuvinning, sum skal fíggja fullveldið. Privatisering er í veruleikanum ein avdemokratisering, har fólksins møguleikar fyri ávirkan eru burtur, og virðini ístaðin latin spekulantum at gera sær dælt av. Skal vera gott at eldast í Føroyum Landsstevnan tekur dyggiliga undir við floksins stremban eftir at varðveita og menna eina samhaldsfasta eftirlønarskipan, sum kann tryggja øllum eina hóskandi pensjón. Privata fólkatryggingin hjá samgonguni verður ikki annað enn ein brandskatting, sum serliga fer at raka tey lágløntu meint. Fólkapensjónin og samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønin skulu gerast so munagóðar og skipast so at hin einstaki fíggjarliga skal kunna skipa sær pensjónstilveruna, sum honum hóskar best, at skiftið frá arbeiðsmarknaðinum til pensjónstilveruna gerst lagaligari, bæði arbeiðsliga og fíggjarliga, at umstøður skulu skapast fyri, at pensjónistar kunnu fáa skerda arbeiðstíð og lutvísa eftirløn, at hitt almenna við fjølbroyttum tilboðum skapar fortreytir fyri, at pensjonistar kunnu hava eitt virkið og innihaldsríkt lív. Pláss fyri øllum Landsstevnan krevur munandi bøtt fíggjarlig kor hjá teimum, ið forvinna minst, og munagott endurgjald móti inntøkumissi av óarbeiðsføri, vanlukku ella arbeiðsloysi. Landsstevnan vísir á, at tað er ein vaksandi tørvur á at varðveita og menna vælferð-arskipanir, soleiðis at øllum verður tryggjað bestu liviumstøður. Flokkurin eigur eisini at leggja nógv størri dent á ein virknan og fjølbroyttan endurbúgvingarpolitikk. Javnaðarflokkurin skal virka fyri at brekað verða hoyrd og fáa høvi at taka lut í orðaskifti um mál, ið viðvíkja teirra lívi, at forðingar ikki verða fyri, at brekað fáa sama rætt til samfelagslig tilboð sum onnur, og at nøktandi stuðul og endurgjald vegna brek verða veitt. Eitt betri arbeiðslív Landsstevnan ásannar, at undir sitandi borgarligu samgongu eru ójavnarnir og ótryggleikin á arbeiðsmarknaðinum øktir, og at tørvurin á ábótum er vorðin átroðkandi. Landsstevnan áleggur Javnaðarflokkinum at virka fyri at mismunurin millum tímalønt og fastlønt viðvíkjandi sjúkradagspeningi skal fyribeinast beinanvegin, so at øllum á arbeiðsmarknaðinum verður tryggjað fult endurgjald undir sjúku frá fyrsta sjúkradegi, at barnsburðargrunnur fyri allan arbeiðsmarknaðin skal setast í verk beinanvegin, so at tímalønt og fastlønt eisini her verða javnsett. Eitt týðandi familjupolitiskt tiltak á arbeiðsmarknaðinum er at longja barnsburðarfarloyvið upp í tvey ár. at nýggj arbeiðsmarknaðarútbúgvingarskipan skal stovnast, við lóggávu um farloyvisskipanir og lønarendurgjald, at 120-daga reglan hjá fastløntum, sum skerjir uppsagnarfreistina og tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, skal burtur. Ístaðin skal ein skipan m.a. við sjúkraráði á arbeiðsplássunum finna aðrar útvegir, enn bara at blaka fólk til hús. Soleiðis skapa vit eisini ein rúmligari arbeiðsmarknað, sum eisini hevur pláss fyri fólki, sum eina tíð ella varandi ikki hava fullan arbeiðsførleika. at fiskimenn skulu hava rætt til pensjón frá 60-ára aldri. Landsstevnan ásannar, at ongantíð hevur verið størri tørvur á, at allar góðar kreftir taka hendur saman um ein sterkan Javnaðarflokk, sum kann tryggja eitt samhaldsfast samfelag, har hvør kennir egnan týdning og egnar skyldur. Eitt samfelag, sum setur okkara frælsi til eitt virkið og viðkomandi lív í hásæti. Álvaskot í Fuglafirði Mikudagin letur upp nýggj fysioterapiviðgerðarstova í Fuglafirði. Tað er Álvur Hansen, sum stendur aftanfyri nýggju stovuna Fuglfirðingurin Álvur Hansen hevur seinastu tvey árini arbeitt við at lata eina slíka stovu upp í heimbygdini. Nústaðni eru ætlanir hansara vorðnar veruleiki, og mikudagin kunnu fólk støkka inn á gólvið fyri at síggja nýggju hølini og heilsa uppá eigaran og einasta starvsfólkið í Álvaskoti, Álv Hansen. Móttøkan verður mikudagin millum klokkan 15 og 17. Hann hevur arbeitt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi síðan 1996, tá hann varð útbúgvin fysioterapeut. Nú er hann so farin at arbeiða fyri seg sjálvan. Álvur sigur, at hann hevur leingi havt hug at byrja fyri seg sjálvan, men ikki hevur verið møguligt at lata stovuna upp fyrr enn nú. Eg havi leingi havt hug at byrja eina viðgerðarstovu, og eg meti, at tað er tørvur á eini slíkari stovu í Eysturoynni, sigur Álvur, og hann leggur afturat, at tað er møguleiki fyri at stovan kann bera seg. Frammanundan er bara ein slík stova í Eysturoynni, og hon er í heilsumiðstøðini í Runavík. Álvaskot er ein privat viðgerðarstova, sum Álvur Hansen sjálvur eigur og rekur. Ætlanin er ikki at leggja seg eftir einum ávísum bólki, men at taka allar kundar við ymsum brekum. Álvur Hansen sigur, at arbeitt verður mest eftir læknaávísing, har ein lækni vísir til fysioterapeut. Í slíkum førum verður helvtin goldin av sjúkrakassanum. Annars kann tað vera ov dýrt hjá fólki at ganga til fysioterapi, um ein partur ikki verður goldin av sjúkrakassanum. Fakfelagið hjá fysioterapeutunum hevur ein sáttmála við sjúkrakassarnar, sum Álvur hevur søkt um at sleppa við í. Tað er ikki heilt frítt at lata slíka stovu upp, og ikki fyrr enn loyvið er fingið, er hesin møguleikin opin. Álvur hevur júst nú fingið loyvi at virka undir hesum sáttmála og kann tískil fara undir egna viðgerðarstovu. ÁLVaskot Álvur Hansen er væl nøgdur við hølini, hann hevur fingið. Tey liggja væl fyri miðskeiðis í bygdini. Tað var annars ikki so lætt at finna eini hóskandi høli í Fuglafirði. Handilslívið er í vøkstri, og tí var torførari at finna høli. Álvaskot er nú í sama bygningi, sum telducafein Vega og Toy- og Tógvhandilin eisini húsast. Navnið Álvaskot hevur Álvur sjálvur funnið fram til. Hann hevur verið í samband við Føroyamálsdeildina, har hann fekk fleiri góð uppskot. Hann kom tó sjálvur fram til tað best hóskandi navnið. Álvaskot merkir tað sama sum millum mannað verður kallað hald í rygginum, heksaskot ella lumbago. Í bókini "Gomul Føroysk Heimaráð" eftir fyrrverandi eiðislækna R.K. Rasmussen, sum Føroya Fróðskaparfelag gav út í 1959, stendur um orðið álvaskot: Álvaskot er tað sum á donskum eitur hekseskud. Hetta orðið leiðir hugan á pátrúgv hjá teimum gomlu um, at sjúkan var elvd av álvum, stendur at lesa í bókini. Tað er eitt stuttligt, at maðurin aftanfyri viðgerðarstovuna eitur Álvur. Starvsnevndin víðkað Javnaðarflokkurin valdi á landsstevnuni í dag fýra nýggj umboð í starvsnevndina Fýra nýggir limir komu í starvsnevdina hjá Javnaðarflokkinum, tá landsfundurin fyri løtu síðani atkvøddi um, hvørjir limir skulu manna nevndinia komandi árið. Nevndin er nú víðkað við tveimum limum og tveir av gomlu limunum, ið ikki tóku við afturvali, eru skiftir út. Á landsfundinum í Skopun í fjør varð gjørt av, at starvsnevndin skuldi víðkast við tveimum limum. Næstformennirnir skulu nú vera tveir, harav annar skal vera kvinna. Harumframt skal talið av vanligum nevndarlimun nú vera ein meira enn áður. Fundurin í dag samtykti, at avgerðin í Skopun var røtt, hóast talan var um eitt broytingaruppskot til eitt uppskot, ið varð tikið aftur. Nýggju limirnir í starvsnevndini eru nú Jansy Olsen úr Eysturoyar Javnaðarfelag, Katrin Dahl Jacobsen og Bergur Dam úr Suðurstreymoyar Javnaðarfelag og Ragnhild Olsen frá SU. Bergur Dam og Jansy Olsen hava nú tikið við sum næstformenn eftir Dan Reinhert Petersen, sum hevur verið næstformaður seinastu árini. Ørðvísi formansfrágreiðing Formansfrágreiðingin hjá Jóannesi Eidesgaard á landsfundi Javnaðarfloksins í kvøld var ein ørðvísi formansfrágreiðing samanborið við undanfarnar frágreiðingar. Hetta hevur Javnaðarflokkurin gjørt við tí endamáli at fáa eina meira áhugaverda frágreiðing, ið kann føra til eitt lívligt og gevandi orðaskifti. Formansfrágreiðingin er í ár skipað á nøkulunda sama hátt sum løgmansrøðan. Formaðurin kemur fyrst við einari yvirskipaðari frágreiðing, og síðani leggja tingmenninir hvør í sínum lagi fram frágreiðingar um tey málsøki, teir vanliga taka sær av.< BR> Vit prenta her formansfrágreiðingina hjá Jóannes Eidesgaard: Góðu floksfelagar Hetta er so okkara fyrsti landsfundur í nýggju øldini. Men hetta er eisini sjeytifimm ára føðingarár floksins. Tað var júst í 1925, at føroyingar settu eina nýggja og neyðuga dimensjón inn í føroyska politikkin, frælsishugsjónina, sum galt tann einstaka borgaran í víðastu merking. Og tí er tað eyðsæð eitt høvi til at taka saman um tað, sum farið er fram í farnu øldini, meðan Javnaðarflokkurin hevur verið við í føroyskum politikki, og samstundis eitt høvi at seta út í kortið fyri komandi øldina. Tað kundi verið hugnaligt at gleðst yvir tey nógvu politisku brøgdini til samfelagsligar batar, sum okkara politisku forfedrar hava útint í verki, men tó munandi meira uppbyggjandi at finna kenda reyða tráðin frá teimum gomlu og spinna okkum eina gongda leið inn í nýggju øldina við sínum nýggju avbjóðingum. Men eitt søguligt medvit er fortreytin fyri, at stungið verður rætt út í kortið, soleiðis at bygt verður oman á teir góðu varðarnar, meðan aðrir, sum eru hálvtrapaðir, verða tiknir niður. Tað er ikki av reinari tilvild, at vit eru komin saman her í kvøld. Uttan iva kundi hvør okkara funnið ríkiligt av øðrum at tikist við eitt fríggjakvøld og ein langan leygardag enn at sitið her úti á Frælsinum í Havn. Men tó er tað okkurt, sum dregur okkum. Okkurt sum ger, at vanligu leygardagsskyldurnar nú máa hvíla. Hví søkja vit felagsskapin av góðum javnaðarfólkum? Jú, vit eru sannførd um, at tað, sum bindur okkum saman, er ein trúgv uppá, at vit hava tað besta politiska grundstøðið at standa á. Vit eru sannførd um, at okkara politiska fundament er so gott, at tað er okkara skylda at bera boðskapin víðari. Vit kunnu ikki leggjast á boðini, men alla tíðina virkin bera politisku boðini út um demokratisku sosialismuna. Og henda landsstevnan skal geva hvørjum einstøkum og øllum í felag ein íblástur, eina styrki og eina motivatión til at fara víðari fram á politisku kós okkara at skipa karmar fyri einum samfelag, sum gevur møguleikar og lívsvirðir. Eitt samfelag, har hvør kennir egnan týdning og egnar skyldur. Eitt samfelag, sum setur okkara frælsi til eitt virki og viðkomandi lív í hásætið. Og alt hetta kemur ikki av sær sjálvum. Alt hetta krevur ein virknan Javnaðarflokk, sum umframt at vera á varðhaldi eisini í einum treisknum stríði áhaldandi tekur okkara mál fram. Tað er ikki at falla í fátt, men at herja á aftur, um ikki málið verður nátt í fyrstu atløgu. Og sanniliga er tað heldur ikki at falla í fátt, um tað mangan rekur hart á kíkin. Tá skal sannføringin um, at vit javnaðarfólk hava eina skyldu mótvegis okkara medborgarum til eitt áhaldandi stríð, geva okkum styrki til at bera ágang og mótstøðu. Og so løgið tað ljóðar, so liggur kíkurin næstan umdir, um tað rekur henda vegin ella handa vegin. Tá tað snýr seg um ríkisrættarligu støðu okkara, so standa vit í andsøgn við teir ráðandi í landinum, og snýr tað seg um borgarliggeringina av samfelagnum ella høgrasnaringina, so standa vit einsamallir sum verjar av einum samfelag, har kapitalisman og marknaðarkreftirnar ikki sleppa ótálmaðar at virka. Men kíkurin fer ongan veg, um hart rekur á hann. Standarin niður á botn er sterkur, og varpið á botni fer ongan veg. Vit hava eitt gott grundstøði at standa á, og vónandi vil eisini hesin fundurin geva okkum øllum styrki og áræði til framhaldandi stríð. Og einaferð fer sjóvarfallið at linka, og einaferð fer tað at venda. Tá er umráðandi, at vit hava gjørt okkara arbeiði og eru til reiðar. Og så til vores danske gæst Ole Løvig Simonsen, næstformand for Folketinget. Kære Ole, hjertelig velkommen til vores kongres her i Torshavn. Må jeg udtrykke min tilfredshed med, at vi trods alt er nogle stykker tilbage såvel på Færøerne som i Danmark, der er i stand til at diskutere og behandle vores forfatningsmæssige relationer i en respektabel atmosfære. Dette er øverste punkt på den politiske dagsorden, som vi er fælles om, og en løsning må findes. Men for os i vores parti er det desuden meget vigtigt, at vi finder frem til den rigtige løsning. Lad mig understrege, at det er af uhyre stor betydning for hele processen, at netop disse forhold bliver behandlet med værdighed fra begge parter, da det er forudsætningen for, at reslutatet kan blive et resultat, som vi stolt kan vise frem for vore medborgere og for vore efterkommmere. Og dette er ikke et uopnåeligt resultat. Endu engang velkommen Ole. Øðrvísi formansfrágreiðing Formansfrágreiðingin á hesum fundinum verður eitt sindur øðrvísi, enn hon vanliga plagar at vera, meðan flokkurin er í andstøðu. Har henda fyrr var ein einsamøll frágreiðing frá formanninum um gongdina í farna ári og um ætlanir fyri komandi ár, so hava vit í ár valt at gera tað á tann hátt, at fyrst gevur formaðurin eina meira ella minni yvirskipaða frágreiðing, og síðan fara tingmenninir hvør í sínum lagi at leggja fram frágreiðingar um tey málsøki, sum vit í tí dagliga hava býtt okkara millum. Hetta skuldi givið eina meira áhugaverda frágreiðing, sum so vónandi eisini í seinna enda kann føra til eitt lívligt og gevandi orðaskifti. Ríkisrættarliga støðan Sitandi samgonga og sitandi landsstýri settu sær sum mál at loysa frá Danmark. Hetta var og er framvegis høvuðsboðskapur teirra. Neyvan nakað mál hevur nakrantíð fingið so nógva umrøðu í so langt eitt tíðarskeið sum ríkisrættarliga støða okkara. Neyvan nakar politiskur fundur er hildin seinastu tvey til trý árini, uttan at júst hetta evnið hevur verið høvusevnið. Og okkara fjølmiðlar bløð, útvarp og sjónvarp hava sanniliga heldur ikki hildið seg aftur, tá tað um fullveldisætlan landsstýrisins ræður. Men fyrst og fremst hevur okkara politiski gerandisdagur frá morgni til myrkurs verið merktur av viðurskiftunum millum Føroya og Danmark, eins og stórur partur av okkara almennu umsiting ikki hevur havt stórvegis stundir til annað arbeiði. Men hóast hesa risaorku, sum løgd er í arbeiðið hjá landsstýrinum, og hóast kostnaðin av hesum arbeiði, so er líkt til, at vit stórt sæð tøva í tí sama og eru ikki komin longur. Gott tað sama, vilja tey flestu siga, men hin vegin er veruleikin jú tann, at ein loysn má finnast á spurninginum. Hann er settur á dagsskrá, og hann fer ikki av aftur dagsskrá, fyrr enn ein loysn er funnin. Føroya Javnaðarflokkur hevur fráboðað fólki og flokkum okkara loysn, sum flokkurin so dyggiliga tók undir við á eykalandsfundi í februar í ár. Og var okkara loysn við eini sjálvstýrislóg viðkomandi í februar, so verður hon uppaftur meira viðkomandi fyri hvønn dag, sum gongur. Og besta prógv um hetta er tann ágangur, sum flokkinum er fyri. Og orsøkin er einføld tann, at okkara mótstøðufólk so væl vita, at júst okkara loysn er størsta hóttanin ímóti fullveldisætlanini. Vóru teir fullvísir, so høvdu teir neyvan givið okkum og okkara sjálvstýrislóg so miklan ans. Skinklandi tilgongd teirra og ein menskari útmelding frá okkum ger, at kjakið alt meira verður eitt stríð millum samgongu og Javnaðarflokkin. Men ikki eru teir tó verri fyri enn so, at teir eisini duga at síggja, at ein eintáttað herferð ímóti Javnaðarflokkinumi í síðsta enda bert kemur at gagna okkum. So nú hava teir alt meira eisini lagt á ein annan bógv. Og tað er at halda einum potti á kók, har súpanin er kryddað við øllum tí, sum kann fáa føroyingar at venda sær frá dønum og tí samstarvi, sum vit hava verið saman um. Við beráddum huga síggja vit, at landsstýrið leggur eina kollisiónsætlan fyri og aðra eftir. Samanbrestir eru vorðnir eitt mál í sær sjálvum. Fyrst høvdu vit málið um støðuna hjá føroyska málinum. Kenna tit tann føroying, sum ikki vil okkara máli tær bestur treytir og sømdir? Kenna tit tann føroying, sum ikki er góður við okkara móðursmál? Men tó taka serliga tjóðveldismenn sær einkarætt til at vera málsins sonnu verjar. Men vit javnaðarfólk kunnu bert boða tjóðveldismonnum og øllum øðrum frá, at tað verður eingin yvirlýsing ella konventión, sum fer at gera av, hvussu nógv vit javnaðarfólk virða og elska okkara móðurmál. Okkara kærleiki til málið og alla føroyska mentan býr í okkara hjørtum og hevur ikki fyri neyðuni at verða skrivaður niður í konventiónir ella annað. Okkara kærleiki er ikki formellur, men reellur. Síðan var næsti samanbrestur ein avtala um fiskivinnusamstarv millum føroyingar, íslendingar og grønlendingar, sum kom tvørt fyri. Men løgið tykist tað, at vit nú skulu hava trupulleikar á hesum øki, tí alt síðan 1975 hava føroyingar stórt sæð uttan uppíblanding avgreitt allar spurningar á fiskivinnuøkinum. Í triðja lagi verður bræv sent til ST, har allar vanligar siðvenjur fyri slíkum áheitanum verða skúgvaðar til viks. Knappliga førir landsstýrið seg fram, sum fullveldið var vorðið ein veruleiki. Hóast týðiligan politiskan undirtóna í brævinum, so vil eingin av politikkarunum seta egna navn undir. Og í fjórða lagi gevur løgmaður boð um, at hann vil hitta aðalskrivaran í Nato á máli. Og løgmaður og hansara ráðgevarar vistu fullvæl, at eisini henda áheitanin kundu fara av sporinum. Eydnaðist tað løgmanni at fáa danska uttanríkisráðharran at spæla við í bæði ST-málinum og í Nato-málinum, soleiðis sum løgmaður sjálvur ætlaði, so hevði hann nátt málinum. Og tað eydnaðist til fulnar, tí danski uttanríkiráðharrin gav tað mótspælið, sum landsstýrið ynskti. Og aftur fór at prutla í haturspottinum, og tað var málið. Løgmaður mistók seg ikki so lítið, tá hann helt seg skula undirbyggja egnu grundgevingar við at siga, at har síggja tit, grønlendingar teir spáka beinleiðis inn í Pentagon uttan trupulleikar, men vit sleppa einki. Men hví kunnu grønlendingar fara á fund um verjupolitikk í Pentagon? Jú, tí teir høvdu fyrireikað málið á røttum stað í tí rætta andanum. Hví kundi Edmund Joensen sum løgmaður fáa fund við Jacques Delors og Santér? Jú, hann fór fram á rættan hátt. Og so sigur løgmaður, at trupulleikin er okkara heimastýrislóg. Tað kann hann hava partvíst rætt í, men hann noyðist nú at liva við hesi lóg so leingi, sum hon er í gildi. Løgmaður kann ikki av sínum eintingum skúgva lóggávu til viks, sum honum ikki dámar. Hvat um aðrir borgarar gera tað sama? Javnaðarflokkurin vil heldur enn gjarna hjálpa honum og øðrum til at taka heimastýrislógina av, men tó á rættan hátt. Nato-málið hevur umframt hetta, eg longu havi nevnt, eisini ta ótrúligu slagsíðu, at hetta mál ongantíð er komið fram á løgtingi ella í uttanlandsnevndini, soleiðis sum okkara stýrisskipanarlóg fyriskrivar. Eitt er at landsstýrið ikki virðir tær siðvenjur, sum eru galdandi í uttanlandssamskiftinum, men verri er, at landsstýrið ikki virðir okkara fólkavalda løgting so mikið, at eitt mál, sum Nato-málið, als ikki verður tikið upp. Løgið, tá hugsað verður um mongu aðalorðaskiftini, sum verið hava, og sum eru fráboðaði. Fleiri ferðir hevur Føroya Løgting samtykt, at Føroyar skulu vera leysar av øllum hernaðarligum samgongum, og at fremmant hervald ikki skal vera á føroyskari jørð. Men hesir menn arbeiða, sum um løgtingið als ikki var til. Fullkomiliga ísakøld fyri tí, sum løgtingið hevur sagt, arbeiðir samgongan nú fyri at lima okkum inn í Partnership for Peace, eisini hóast hetta møguliga merkir eina føroyska vápnaða eind. Og ikki lítið av einari kúvending fyri Tjóðveldisflokkin, sum plagdi at vera partur av tí mótmælisgongu, sum árliga mótmælti Nato-støðini í Føroyum. Men teir hava so meira enn nakar annar tikið kendu orðini hjá Krag til sín, tað má sigast. Annars vil eg enda henda partin við at siga, at støðan hjá landsstýrinum og samgonguni er, at úrslitini av samráðingunum higartil, eru ikki teimum til vildar. Teir hava fingið endaligt svar upp á skiftistíðina, men teir tora ikki at góðtaka hana og enn minni at lata fólkið taka endaliga støðu. Grundlógararbeiðið Hóast Javnaðarflokkurin ikki atkvøddi fyri, at vit orsakað av fullveldistilgongdini fóru undir eitt grundlógarsmíð, so álegði lógin okkum at fara við upp í arbeiðið. Vit eru farnir undir hetta arbeiði við opnum sinni, tí vit eru tó sannførdir um, at arbeiðið kann verða eitt munagott íkast til okkara egnu stýrisskipanarviðurskifti, umframt at okkara politiska medvit fyri grundleggjandi fortreytum í okkara samfelag bert kann mennast av slíkum. Uppskot okkara til eina sjálvstýrislóg tekur sum so onga støðu til grundlógarspurningin, og eigur hesin heldur ikki at verða forðingini fyri endaligu loysnini. Men greitt er, at við politiskum vilja til at finna nýggju skipanina millum Føroya og Danmark, so er tað givið, at ein loysn við einari føroyskari grundlóg ella einari útbygdari stýrisskipanlóg, sum eisini fevnir um rættindir og skyldur borgarans, eisini fer at bera til. Vit hava valt at siga um hetta arbeiðið, at vit ikki longur síggja tað sum eina fylgju av einari fullveldisætlan, men at arbeiðið sannliga eisini fær týdning, um onnur skipan enn fullveldið verður loysnin. Felags tilfeingi Áhugaverd grein stóð í bløðunum í vikuni, sum formaðurin og skrivarin í Búskaparráðnum hava skrivað. Hóast ikki samdir í øllum, so er greinin áhugaverd, og eigur hon avgjørt at fáa okkum politikkarar at hugsa um okkara sokallaða felags tilfeingi ella fólksins ognir. Somuleiðis hevði eisini fráfarni formaðurin í sama ráði eina áhugaverda útmelding um okkara fiskidagaskipan, sum tíverri fekk alt annað enn eina góða móttøku. Men júst henda negativa móttøka var besta prógvið um, at skil var í, tá vit hugsa um, hvørjir teir vóru, sum lupu á føtur. Vit hava eina fiskivinnulóggávu, sum sigur, at fiskiríkidømið okkara er fólksins ogn. Men hvørt mansbarn veit, at so er ikki. Fólksins ogn verður givin fyri einki til ávisar persónar, sum síðan næstan kunnu gera við hesa ogn, sum teimum lystir. Lat okkum taka nøkur dømi frá veruleikanum: Menn keypa eitt skip, sum teir við íløgustuðlinum frá tí almenna gjalda skipið fyri. Skipið fiskar væl, og menninir økja um skipsins virði. Tá eitt gott boð fyriliggur, verður skipið selt við stórum vinningi. Men her endar søgan ikki, tí sum krúnan á verkinum verður nú ókeypis fiskiloyvi, sum teir fingu frá landsstýrinum, selt fyri milliónaupphæddir. Hvar er logikkurin, og hvar er fólksins ogn? Menn fáa ár um ár útskrivað íslandsloyvi til bát, sum als ikki roynir við snellu, og sum tískil ikki fær veitt hesa íslandskvotu. Og hvat gera hesir menn? Jú, teir selja sjálvandi íslandskvotuna til aðrar fyri egnan vinning, hóast teir fingu loyvið fyri einki. Hvar er logikkurin, og hvar er fólksins ogn? Menn sita á fiskiloyvum og leiga tað út til aðrar fyri stórar upphæddir, tí vinnutólið er útleigað? Hvar er logikkurin, og hvar er fólksins ogn? Í síðsta enda eru tað fiskimenninir, sum gjalda yvirprísin. Her er so ótrúliga nógv, sum má broytast, og tað ongantíð ov skjótt, tí órættvísið skríggjar til himmals. Taka vit okkara nýggju vinnu, oljuvinnuna, so er mangt, sum bendir á, at skilið har ikki verður stórt øðrvísi. Ein roynd frá andstøðuni, at skapa møguleika fyri, at eitt alment oljufelag skuldi fáa optión í øllum loyvum, vann ikki frama. Í staðin eru føroysk áhugamál í sjálvari vinnuni nú umboðað við tveimum privatum feløgum. Hetta var ein møguleiki, sum tað almenna ikki átti at latið gloppið sær av hondum. Ikki at skilja soleiðis, at føroysku privatu feløgini ikki skulu hava møguleikar, tí sjálvandi skulu tey tað, men teirra áhugamál eru av einum heilt øðrum slag enn hjá einum almennum føroyskum oljufelag. Kemur eitt tilboð uttanífrá, sum tey ikki kunnu standa ímóti, so er alt avreitt á útlendskar hendur. Og neyvan fara hesi feløg at taka hædd fyri, at oljuvirksemið í landinum ikki verður miðsavnað, tvørturímóti. Og samgongan hevur sagt, at júst hesin spurningur verður latin oljufeløgunum upp í hendi at gera av. Spell var tað. Oljuvinnan og fyrireikingarnar til eina oljuvinnu í Føroyum hevur annars verið tilrættaløgd á ein sera skynsaman og skilagóðan hátt og við breiðari politiskari undirtøku. Støðan viðvíkjandi spurninginum um fólksins ognir er annars ikki stórt øðrvísi, koma vit til rættin til aling á føroysku firðunum. Privatiseringar/Útliciteringar Taka vit so tær almennu ognirnar, sum vit veruliga hava skeyti uppá, at hetta eiga vit, so er hjá teimum borgarligu ein øgilig trongd eftir, at hesar ognir eisini verða avreiddar til teir privatu og til kapitalin. Við Caragata-álitinum í hondini, sum verandi einasti sannleikin, sum til er, ganga menn og sum so eisini partur av okkara vinnulívi við einum brennandi ynksi um, at almennu ognirnar verða privatiseraðar. Fysta stig á vegnum er kanska í útsjónd heldur óskaðiligt, tá almennar fyrtøkur verða lagdar út til partafeløg, men vit mugu vera greið yvir, at hetta er bert fyrsta stigið. Næsta stigið er sjálvsagt, at partapeningurin verður lýstur til sølu, og so er privatiseringin ein veruleiki. Nógv er frammi í hesum døgum um ein føroyskan virðisbrævamarknað. Tað kann vera skilagott, um talan er um ein marknað fyri sølu av virðisbrøvum og partabrøvum hjá privatum feløgum, soleiðis at okkara vinnulív fær eitt betri fíggjarligt grundarlag at standa á, og soleiðis at eisini føroyskir áhugaðir kunnu gera íløgur í føroyskum vinnulívi. Men vandamálini liggja jú í, at eisini útlendskir íleggjarar koma framat, og skal talan vera um fríu marknaðarkreftirnar, so mugu útlendskir íleggjarar sleppa framat. Ætlanini hjá samgonguni er væl saktans eisini, at almenn feløg sum eitt nú Føroya Tele og Atlantic verða skrásett á hesum marknað, og sleppa tá útlendingar framat, so vita vit, hvat klokkan er sligin. Vandamálið, sum vit hava her og nú, liggur í tí, at landsstýrið og samgongan eru rættiliga desperat fyri at sannføra føroyingar um, at skiftistíðin ikki verður ein trupulleiki, sjálvt um hon bert verður fýra ár. Uppskot um búskapargrunn, sum skal fíggja skiftistíðina, hevur verið at hoyrt. Men ein grunnur er bert nakað verdur, um pengar eru í honum. Lítið er at ivast í, at hjá hesum monnum er tað rættiliga nærliggjandi at selja út av okkara arvasilvuri, (t.e. Føroya Tele, Atlantic Airways, Føroya Banka, Føroya Fiskavirking, Fiskasøluna, JFK-Trol og møguliga annað eisini), soleiðis at sølupengarnir kunnu fíggja skiftistíðina í hvørfall í eina tíð. Í prinsippinum er Javnaðarflokkurin ímóti privatiseringum. Vit eru ímóti, at ábyrgdin fyri fígging og dygd verður løgd til tað privata at gera av. Ein privatisering er í veruleikanum ein avdemokratisering, har fóksins møguleikar fyri ávirkan ikki longur eru til. Vit politkkarar eru, uttan mun til, hvat annars verður hildið um okkum, fólksins valdu umboð, og tað er tí okkara skylda at fremja fólksins ávirkan. Serliga unga ættarliðið í føroyskum politikki sær hesa avdemokratisering sum eitt heilagt mál uttan kanska at geva sær gætur um, at tað er føroyska fólkið, ið missir ávirkan, og at henda verður latin øðrum at skalta og valta við. Tá tað snýr seg um útliciteringar, so má okkara fyrsta roynd verða, at vit taka hesi argumentini fyri skilagóðum útliciteringum burtur ella gera tey so smá, sum gjørligt. Er ein almenn tænasta rikin skynsamt, eigur eingin fyrimunur at vera at útlicitera hana. Ein fær ein vælgrundaðan mistanka um, at júst við at skipa so fyri, sum gjørt verður, so skal ikki síggja øðrvísi út, enn at ein útlicitering ella ein privatiseing er einasti møguleiki. Hetta er Postverkið og Strandferðslan talandi dømi um. Høgrasnaring og sosialir skeivleikar Tað, sum omanfyri er nevnt, ber sítt týðiliga boð um eina málvísa høgrasnaring av føroyska samfelagnum. Og júst hetta gevur parti av samgonguni ein fyrimun, sum teir ongantíð áður hava havt. Neyvan hevur nakað tíðarskeið verið áður, har Fólkaflokkurin so ótarnaður er sloppin at reka reindyrkaðan fólkaflokspolitikk. Og sjálvsagt stórtrívast teir undir slíkum umstøðum. Men hin vegin er líkt til, at ávísir aðrir samgongumenn, í teirra tráan eftir føroyska fullveldinum, heldur enn fegnir vilja gjalda henda prísin. Dag og dagliga verða vit mint á, at landskassin hevur methøgt yvirskot og Gud havi lov fyri tað. Men dag og dagliga verða vit eisini mint á, at nógvir sosialir skeivleikar eru í okkara samfelag, og at nógvir sosialir trupulleikar liggja óloystir Pensjonistarnir, sum bert hava fólkapensjónina at dúva uppá, hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Hóast støða teirra er batnað nakað, so er støðan langt frá nøktandi. Stóri spuningurin er framvegis, hvat slag av pensjónum framtíðin fer at bjóða okkara gomlu. Verður tað ein fólkatrygging, har hvør sætar sær, ella verður tað ein samhaldsføst skipan, har øll fáa tað sama, men gjalda eftir evnum. Lág- og miðalinntøkurnar knógva undir einari alt ov stórari skattabyrðu, og tað serliga í teimum kommunum, sum hava hægsta skattaprosentið. Fólk, sum hava sálarligar trupulleikar noyðast at gerast fastbúgvandi á sjúkrahúsinum, tí eingir møguleikar eru fyri øðrum bústaði. Vit hoyra um trupulleikarnar hjá teimum eldru, sum hava støðuga hjálp og røkt fyri neyðini. Stóru bíðirøðirnar fyri at koma inn á eitt røktarheim ella líknandi stað ger, at hesi fólk eru heima, har teirra nærmastu so eru bundin at hjálpa eftir førimuni. Hetta er als ikki nøktandi fyri tey gomlu, sum ikki vilja liggja sínum egnu til byrðu, og neyvan er røktin altíð á einum fakliga nøktandi støði. Íløgutørvurin bert til hetta økið er í dag uml. 120 mió. kr. umframt øktar rakstrarútreiðslur uppá einar 40 mió. kr. Og hetta er als ikki nevnt í tí langtíðarløguætlan, sum eg skal taka fram seinni. Og so hoyra vit um tey heimleysu í nútíðar Føroyum. Fólk, sum einki heim hava, men rekast úti á berajóli. Hetta kunnu vit ikki bjóða nøkrum - hetta er skomm. Alt hetta hendir, meðan methøgt yvirskot er á fíggjarlógini. Alt hetta hendir, meðan samgongan sparir upp til fullveldið og fyri at fíggja egnu skiftistið. Tí má málið um fullveldið rættiliga kunna sigast at hava fingið ein dýran kostnað fyri serliga tað sosiala økið, men so sanniliga eisini fyri onnur øki. Undanførslurnar, sum vit hoyra frá teimum ráðandi, eru, at vit fremja eina yvirupphiting av búskapinum, vit gera okkum fastari tilknýttar at ríkisstuðlinum úr Danmark, vit fara at reka ein ábyrgdaleysan fíggjarpolitkk, og tað er ikki pláss innan karmarnar á fíggjarlógini. Men vit góðtaka ikki slíka undanførslu? Langtíðarløguætlanin Rós skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava fyri sína ætlan um at fáa gjørt eina breiða semju um eina langtíðarløguætlan fyri tíðarskeiðið 2001 til 2010. Hann hevur gjørt eitt uppskot, sum hann sigur, at landsstýrið stendur aftanfyri, og partar av hesi ætlan hava verið alment frammi í okkara fjølmiðlum. Javnaðarflokkurin hevur sjálvsagt tikið av hesum tilboði, tí tað er skilagott at fáa gjørt eina breiða semju um eina slíka ætlan. Hon vil tryggja, at íløgurnar verða gjørdar í einari avtalaðari raðfesting uttan mun til, hvussu samgongurnar skifta. Hetta er ein skipan, sum við hepni er nógv roynd í londunum rundan um okkum. Vit hava verið á tveimum fundum við landsstýrismannin í fíggjarmálum, og vit hava harumframt eisini fundast dúgliga innanhýsis um ætlanina. Vit hava avgreitt okkara svar, og vil eg tí taka høvuðsíløgurnar fram burtur úr okkara egna uppskoti her á fundinum, tó uttan at fara í smálutir. Fyri tað fyrsta halda vit, at tað er skeivt, at ein slík semja fevnir um smáar íløgur. Harumframt halda vit ikki, at tað er rætt, at íløgukvotan verður løgd føst til eina maksimum upphædd hvørt árið, í hesum førinum uppá 166 mió. kr. Íløgukvotan er eitt stýringsamboð til at brúka til at forða avleiðingunum av sveiggjunum í konjunkturunum. Tí skal henda eisini kunna skifta. Men tað er í lagi við eini semju um nakrar basisíløgur, soleiðis at hvørt landsstýri og hvør samgongu eisini fær gjørt sínar raðfestingar. Men hin vegin er tað rætt, at semjan fevnir um stórar íløgur so sum havnir, skip og berghol og tað, sum kann kallast prinsipiellar íløgur. Viðvíkjandi bergholum siga vit, at tað er rætt nú at uppgradera boriútgerðina, sum landið eigur, og síðan at seta eitt fast boriteam, sum við einum skilagóðum arbeiðstempo fer í holt við at bora. Tað kann vera við einari 8 tímars vakt, ella hvat, ið best loysir seg fíggjarliga og arbeiðsliga. Síðan skjóta vit upp hesa raðfesting av bergholum: Øravík - Hov Bø - Gásadalur Vík - Tjørnuvík Húsavík - Dalur Endurnýggjan av bergholunum í Norðoyggjum Endurnýggjan av bergholunum í Suðuroynni Kambsdalur - Millum Fjarða Av vegagerðum eru vit samdir um: Gomlurætt - Tórshavn Skálafjørður - Gøtueiði Skálabotnur - Strendur Vegagerðin í Kalsoynni Av skipum eru vit samdir um: Suðuroyarleiðina Norðoyggjaleiðina Mykinesarleiðina Skúvoyarleiðina Nýtt Tjaldur Nýggjan Magnus Heinason Av byggingum eru vit samdir um: Ongan skúladepil við Marknagilsvegin, men útbygging í Hoydølum Studentaskúla í Suðuroy Fiskivinnu- og havbúnaðargranskingarmiðstøð Landsskjalasavn Næmingabústaðir Útbygging og nýbygging av Landssjúkrahúsinum Viðvíkjandi fasta sambandinum um Lorvíksfjørð, so meta vit, at tað er alt ov tíðliga at raðfesta hesa íløgu. Tað er neyðugt, at vit steðga á og eftirmeta íløguna og raksturin av fasta sambandinum um Vetmannasund, og so er eisini skilagott at kaga eftir tí búskaparstøðu, vit til ta tíð eru í. Javnaðarflokkurin hevur í samband við hetta arbeiðið sett fram eina røð av spurningum, frá Savni í Kirkubø til Tjóðleikahús, og fyri enn hesir spurningar eru svaraðir, fáa vit ikki tikið støðu til tey málini. Tingmanning og skrivstova Vit hava nú fingið ein skrivara til arbeiðis á skrivstovu okkara á Gamla Apoeteki. Hetta er ein skipan, sum vit í tingmanningini eru ótrúliga glaðir fyri, og sum vit vænta okkum nógv av. Hetta er ein skipan, sum formansskapur løgtingsins hevur tikið stig til, og fyrstu royndir okkara eru sera positivar. Tað er mangan trupult fyri eina tingmanning, serliga tá mann situr í andstøðu, at fáa hjálp til nógv praktiskt arbeiði í samband við tingarbeiðið. Ætlanin er so, at skrivarin frá komandi nýggjári eisini skal virka sum skrivari fyri sjálvan flokkin, soleiðis at henda skrivstova verður ein verulig miðstøð fyri alt virksemið hjá flokkinum. Frá 1. okt. hava vit gjørt leigusáttmála um eini hús niðri á Áarvegnum. Húsini liggja serstakliga væl fyri, og er tað serliga okkara ungu í SU, sum her fáa ein møguleika til eitt meira virkið politiskt lív, men hetta skuldi so sanniliga eisini gjørt sjálvan flokkin meira sjónligan og virknan. Tingmanningin hevur tikið politiska starv sítt eisini í farnu tingsetu í fullum álvara. Eg vil tí nýta høvið til at takka tingmanningini fyri eitt dygt og skilagott arbeiði, og vónandi fer komandi tingseta eisini at merkjast av einari virknari og konstruktivari tingmanning hjá Javnaðarflokkinum. Endi Vit byggja einki land við tómum flosklum og romantikki. Veruleikin og gerandisdagurin skal á borðið. Tú byggir heldur einki land við at rokna við, at nakrir vinnulívsmenn í allar ævir halda einum fólki uppi, tí treytin fyri, at eitt fólk yvirlivir, er, at tað sjálvt vil liva, tekur ábyrgdina á egnar herðar og skipar samfelagið. Lat okkum standa saman um okkara ynski um veruligt frælsi fyri allar borgarar. Frælsi til at liva heima hjá sær sjálvum - í síni egnu bygd - í síni egnu oyggj - í sínum egna landi. Romantikkur er gjarna dreymar um nakað, sum er gott. Men lat okkum ikki noyðast við dreymarnar, men lat okkum sýna í verki, at romantikkur eisini kann eggja til, at øll somul skulu hava tað gott í samfelagi við síni medmenniskju. Frælsi er júst tað at fáa sjálvsagda rættin at liva eitt mannsømiligt lív. Landið er okkara - frælsið er okkara. Frælsið hevur einki við landamørk at gera. Frælsið er ikki rætturin hjá tí einstøka bert at sæta sær sjálvum. Veruligt frælsi er rætturin hjá tí einstaka at liva í friði í einum rættvísum umhvørvi, har øll koma hvørjum øðrum við og varða av hvørjum øðrum. Við hesum orðum vil eg ynskja øllum vælkomnum á landsstevnu okkara. Jóannes Eidesgaard floksformaður Sjúklig mentannaráskoðan Tað kann ikki fara aftur við borðinum, at onkur ónevndur (hesaferð torir viðkomandi ikki eingong at seta dulnevnið undur) í oddagreinini í Dimmuni tann 19 sept. 2000, fer so við mentafólkinum í Føroyum. Eftir at hava lisið oddagreinina, er ongin ivi um, at hesin/hendan hvørki hevur skil fyri mentan ella hvussu tað nú einaferð gongur fyri seg, tá ið sjálv skriviprossesin ferð fram. Tað er nú einaferð so við mentan sum við øllum øðrum, at summi hava betur skil fyri hesum enn onnur. Tá ber ikki til at spyrja ein bakara, hvussu siglast skal út á Føroya Bankan, og soleiðis er eisini innan listaheimin, summi hava betur ættarsans enn onnur, sjálvt um tað finnast fólk, sum halda seg hava betur skil enn tey hava. Og so hetta evindaliga jabbið um, at rithøvundar skulu vera fátækir sum kirkjurottan fyri at fáa nakað sum helst á skaftið. Tað er tað býttasta, sum sigast kann. At tey listarligu evnini blóma, tess meir ólukkuligur mann er, er nakað tvætl, tí um onkur brúkar síni listarligu evni til terapi, manglar áhugin fyri listini sum arbeiði. Hvussu við Jostein Gaarder, Peter Høeg, Stephen King, Per Kirkeby, George Michael? Eru teir minni listaliga begávaðir, tí at teir eiga nakrar milliónir á bankabók? Nei, tað vildi eg ikki meint. Mann kann ikki koyra allar sjangur, listagreinir og listarlig rák í ein sekk. Sjangrur eru so ymiskar. Tað finnast triviellar sjangrubøkur, so sum cowboybøkur, Morten Korch, Jane Aamund og eksperimenterandi sjangrur, so sum surrealisman, modernisman og postmodernisman. Tað eru eisini ymisk mørk innan aðrar listagreinar og so sanniliga innan listarlig rák eisini, sum ikki kunnu koyrast í ein kassa. Fyri at gera hetta nemmari at skilja, so er tað tað sama sum at siga, at Uni Arge er Føroya besti fótbólsleikari. Nemliga, tað ber heldur ikki til. Tað kann vera, at hann er Føroya besti framherji. Hann er í hvussu so er ikki Føroya besti bakkur, ella málmaður. List er ikki ein kapping um, hvør er fátakastur, hvør hevur mest sinnisligar trupulleikar at dragast við, og hvør, ið sigur minst (sigur minst; tað er sum ein svenskari einaferð segði við meg. "Tað er sum føroyingar fáa pengar fyri at halda kjaft"). Nei, tað er um nakað heilt annað! Í mínum føri er tað, hvussu føroyskar bókmentir kunnu mennast, so at tær kunnu metast javnt við bókmentir í øðrum londum. Og fyri at hetta nøkulunda kann lata seg gera, mugu rithøvundar onkursvegna verða løntir, tí pengar skulu á borðið til akkurát tey somu tingini, sum onnur brúka pengar til. Er veruliga tann áskoðanin í Føroyum enn, at fátækari ein listamaður er, og størri pirru hann hevur á sálini, betri verður listin, so má okkurt elementert gerast fyri at broyta hesa áskoðan. Og um viðkomandi, ið hevur skrivað oddagreinina heldur, at rithøvundar fáa nakað sum helst fyri tað, sum skúlarnir brúka sum undirvísingartilfar, ja, so má viðkomandi stórliga hugsa seg um, ella í besta føri spyrja onkran rithøvund. Eg kann í hvussu so er siga fyri mítt viðkomandi, at eg í ár havi fortjent uml. 55.000 krónur fyri mítt listarliga ískoyti, og tá havi eg fingið M. A. Jacobsen virðislønina omaná. Hetta er metár hjá mær. So spyrji eg bara; hvussu nógv smør, og hvussu nógva leigu kann eg gjalda fyri hasar pengarnar? Ikki tað stóra. Og tískil má eg hava okkurt annað arbeiði fyri at yvirliva. Við hesum er nærliggjandi at spyrja; hvat nú um summi blaðfólk á Dimmu vórðu noydd at fáa sær arbeiði í einum barnagarði, tí at tey ikki fingu nóg nógvar pengar fyri sítt yrki? Nei eg veit ikki. Tað kann eisini vera, at eg eri alt ov lukkuligur til at skilja sovorði møsn og vass. PS: Til Betau: Um Zacharias Wang ikki kann brúka hátíðarhaldið í Sjónleikarhúsinum til "politiskt propaganda", tá ið hann nú einaferð hevur skrivað eina politiska bók, so kann blaðfólkið á Dimmuni heldur ikki brúka sítt blað til at niðurgera føroysk listafólk á so lágum støði. Navn: Oddfríður Marni (ikki Marner)Rasmussen Dulnevni: Ein virðisløntur mentunnarpávi Hvat billar hon sær inn? Á Internetinum hevur Danmarks Radio eina heimasíðu, "DR online", har tey millum annað spyrja ymiskar kendar danskarar, mest sjónleikarar, um støðuna til Evruna. Tann 22.9.00 svaraði Annika Hoydal, at hon atkvøddi nei, og tað er alt í lagi. Tað verður kanska ein meiriluti fyri nei í Danmark. Men so spyrja teir: Og eg loyvi mær nú at endurgeva svarið, alt sum tað er. Citat: Makan til svass, lygn og idioti havi eg aldri hoyrt. Lesið, vinarliga, alt citatið eina ferð aftrat! Fyrsta er, at har er einki argument, sum hevur við evruna at gera. Atkvøðan tann 28. sept. í Danmark snýr seg ikki um samveldi ella unión. Tað snýr seg um felags gjaldoyra. At tingini í "evsta" enda hanga saman, er sjálvsagt. Ja, longu her rodni eg. Hava fólk, sum koma úr Føroyum nakrar viðføddar fyrimunir, tá dømast skal um evruna? Ella nakrar viðføddar fyrimunir yvirhøvur? Eg haldi, at ofta (ikki altíð) vísir tað seg at vera beint tvørturímóti. Eg eri púra ovfarin av einum slíkum úttalilsi. Hvat meinar hon við? Hvørja konflikt? Kríggj? "Altid???" Legg merki til lítla orðið "jo", sum skal fáa lesaran at trúgva, at hesa "konflikt" vita øll um. At politisk osemja valdar í vissum lutum, er ein banal sjálvfylgja. Men Føroya og Danmarkar ímillum hava Grundlógin og Heimastýrislógin hesi seinastu fimti árini regulerað viðurskiftini á góðan demokratiskan hátt. Og eg haldi, at konfliktirnar føroyinga sínámillum hava verið nógv sjónligari og til tíðir álvarsligari. Har hava bæði verið bumbur og rifluskot uppií. Nakað heilt annað er so, at tjóðveldismenn hava roynt at uppfunnið konfliktir. Tað mugu teir um, men teir eru ikki Hvat meinar hon við? Danskt diktatur í Føroyum? "Varetægt"? Varetægt er annars eitt positivt orð. hetta merkir at røkja, varðveita og verja: Men var tað hetta hon meinti? Lesur tú setningin sum heild, eisini fyrra part omanfyri, so er hann uttan meining. Er tað í tí lítla landinum, at man druknar? Tað er nokk ikki meiningin, men soleiðis stendur tað skrivað. Ella meinar hon við, at einki demokrati er í Føroyum. At demokratiið er druknað, tí at landið er skipað eftir Heimastýrislógini er í Ríkisfelagsskapinum, og ikki amt longur? Eg meini at hatta er nakað gass, ella í besta føri eitt romantiskt villfárilsi. Hví munnu nógvir føroyingar halda, at tað er liviligari í Havn enn á Slættanesi. Hatturin er størri í Havn, møguleikarnir størri. Ella hví munnu nógvir føroyingar halda tað verða gott at búgva í Danmark (einir 15.000) ella Norra ella Íslandi? Hatturin er størri, møguleikarnir fleiri. Nú skal eg ikki royna at leggja ov nógv í henda setning. Men hann kundi tulkast á ógvuliga negativan og ódemokratiskan hátt. Har stendur einki beinleiðis um demokrati, sum annars var um at drukna. Har stendur nakað um at Og tað kann skiljast á mangan hátt. Men, meg lysti at frætt meira um hesa konflikt, sum "jú" altíð hevur verið millum Føroyar og Danmark. Rolf Guttesen 23 September 2000 Oddagrein: >>Rættar<< og fakligar meiningar Óansæð um man er samdur ella ikki, so sóu vit í farnu viku eitt áhugavert sjónarmið frá tveimum búskaparfrøðingum. Búskaparfrøðingarnir funnust millum annað at, at landsins virði verða forerd nøkrum fáum, ið so enntá kunnu selja hesi virði aftur fyri vinning. Nú fara vit ikki at viðgera sjálva greinina í smálutum, tað fer vónandi ein konstruktiv og mennandi faklig debat at gera. Hóast hettar, so loyva vit okkum at seta spurningin, um ikki tað er eitt skilagott grundsjónarmið, at um nakað skal kunna seljast, so skal tað eisini keypast. Hetta er eisini nakað, sum var frammi á landsfundi javnaðarfloksins í vikuskiftinum. Tað er tíverri framvegis soleiðis í Føroyum í ár 2000, at fakligar meiningar bert verða tolereraðar av ávísum kreftum, um hesar fakligu meiningar eru "tær røttu". Vit sóu í Dagblaðnum eitt álop á tveir navngivnar búskaparfrøðingar, bara tí hesir dittaðu sær at hava eitt sjónarmið, ið ikki hóskaði til "vertin á hvat annar fær, eg skal nøra sjálvum mær grundsjónarmiðið" hjá hesum blað. At tveir búskparfrøðingar seta fram eitt sjónarmið kann í summum førum elva til kjak, men harmiligt er, um farið verður eftir monnunum, heldur enn bóltinum. Vit sóu eisini hettar, tá Jørgen Niclasen uttan haldgóða argumentatión leyp á formannin í búskaparráðnum í fimmaranum fyrr í ár. At Dagblaðið kemur við populistiskum skvaldri um Cand ditt og datt átti einans at fingið føroyska serfrøði og borgarar í allari almindiligheit at fingið eyguni upp fyri hvat Dagblaðið og Fólkaflokkurin stendur fyri. Tað er alla æru vert, at fólk tora at standa fram við sínum fakligu meiningum. Harmiligt er, at man ikki kann gera hettar í Føroyum, uttan at verða persónliga hunddálkaður, og tí er uppaftur størri grund til at taka hattin av fyri fólki, ið tora hettar. Vit kunnu eisini skoyta uppí, at hesir báðir búskaparfrøðingarnir ikki eru í ringum selskapi, tá tað kemur til at verða hunddálkaður í Dagblaðnum. Tað hevði verið øll møgulig grund til at verið á varðhaldi, um hálv forsíðan á Dagblaðnum fór til at rósa teimum. Hvar eru føroyskir búskaparfrøðingar? Hvat sigur búskapar- og løgfrøðingafelagið til, at fólk innan teirra fakumráði ikki kunnu gera sítt arbeiði, uttan at verða hunddálkað alment og tað entá í blaðnum hjá sjálvum løgmanni. Hettar átti at verið eitt upplagt evni til umrøðu í einum slíkum felag. Málið má vera at menna fakligt kjak við at eggja fólki at koma við sínum meiningum, uttan at tey skulu frykta fyri at verða persónliga útspilt alment. Havt út við 100 mió. kr. í avlopi av sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum Samstundis sum fullveldisfólk upp í saman pástanda, at vit sjálvi gjalda fyri sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum, er veruleikin tann, at vit í tíðarskeiðnum 1988-99 hava havt eitt avlop upp á 93 mió. kr. av hesi viðgerð. Tá ið gamla refusiónsskipanin í 1988 bleiv umløgd til ein blokkstuðul, bleiv blokkurin latin føroyingum sjálvum at umsita, soleiðis at skilja, at vit kundu nýta upphæddina í blokkinum, sum vit vildu og til annað, enn hann var ætlaður til. Soleiðis kundu vit t.d. nýta tann pening, sum var ætlaður til sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum, til eitt nú vegir og tunnellir ella hvat tað nú kundi vera. 5% ætlað til Ríkissjúkrahúsið Men grundarlagið, blokkurin bleiv útroknaður eftir, var gamla refusiónsskipanin. Sambært upplýsingum frá Ríkisumboðnum var refusiónin til sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum uml. 5% av samlaðu refusiónsupphæddini. Síðan blokkurin kom í gildi, er hann stórt sæð bert prístalsviðgjørdur. Verandi samgonga hevur t.d. samráðst við donsku stjórnina um at hækka samlaðu veitingina. Men grundarlagið er ongantíð broytt. Tí er tað rætt at nýta hesi somu 5%'ini, tá ið metast skal um, hvussu nógv vit fáa frá dønum til sjúkraviðgerð uttanlanda, og tá einamest á Ríkissjúkrahúsinum. Avlop upp á 93 mió. Sambært upplýsingum frá Fíggjarmálastýrinum hava upphæddirnar verið hesar í mió. kr.: Soleiðis hava vit í veruleikanum, síðan vit fingu blokkin, fingið 93 mió. kr. meiri til sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum, enn vit hava brúkt. Grundað á skeivar fortreytir Hetta er bert eitt av nógvum dømum um, hvussu fullveldislandsstýrið við skeivum upplýsingum roynir at fáa føroyingar at taka undir við vitleysu fullveldisætlani Johan Petersen Støðan, 1. deild kvinnur Úrslit: Skála-KÍ 1-4 B36-NSÍ 1-7 VB-HB 3-0 KÍ kvinnurnar eru meistarar Síðsta umfar í føroysku kvinnudeildini var um vikuskiftið, og sum væntað avgjørdu KÍ kvinnurnar til egnan fyrimun á Skála og gjørdust harvið føroyameistarar ár 2000. HB og VB spældu um annað og triðja pláss í Vági, har VB ognaði sær silvurmerkini, meðan NSÍ vann stórsigur í Havn Undan síðsta leikumfarið í føroysku kvinnudeildini var kravið hjá KÍ, at tær skuldu vinna inni á Skála, og hetta krav uppfyltu tær til fulnar. Tær ognaðu sær sostatt føroyameistaraheitið eftir eitt langt og spennandi kappingarár. KÍ setti seg á dystin beinanvegin, og Rannvá Andreassen, sum hevur verið millum týdningarmiklastu leikarar hjá KÍ í ár, skoraði heilt tíðliga til 1-0. Einki annað mál kom í fyrra hálvleiki, og sostatt var støðan 1-0 til KÍ kvinnurnar í hálvleikinum. Ein 1-0 leiðsla er ongantíð ein trygg í fótbólti, og tí kundu KÍ kvinnurnar ikki kenna seg veruliga tryggar, tá tær komu út aftur til seinna hálvleik. Tær royndu tí, hvat tær kundu at fáa økt um leiðsluna so skjótt sum gjørligt, og tað var júst tað, KÍ megnaði at gera. Heilt tíðliga í seinna hálvleiki kundi Rannvá Andreassen enn einaferð skorað til 2-0, og sostatt var tað ein lætti hjá KÍ kvinnunum, sum nú bert skuldu halda eini 2-0 leiðslu fyri at fáa meistaraheitið við sær til Klaksvíkar. Nervarnir komu tó aftur á KÍ liðið, tá Ingun Johansen skeyt eitt fríspark beinleiðis í KÍ málið, og minkaði til 2-1. Men KÍ noktaði at søpla meistaraheitið burtur, og Rannvá Andreassen fullførdi sítt hat-trick, tá hon við einum langskoti úr umleið 30 mera fjarstøðu smekkaði bóltin upp í málhornið og legði KÍ á odda 3-1. Seint í seinna hálvleiki gjørdist Viviann Bjartalíð leys, og hon staðfesti sigurin og skoraði til 4-1 til KÍ. Hetta var sætta mál hennara í ár. 4-1 gjørdist endaliga støðan, og frøin var stór millum klaksvíkingarnar á Skála, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. KÍ kvinnurnar lupu um hálsin á hvørjari aðrari, og meistaraheitið høvdu tær so ruddiliga uppiborið. KÍ endaði sostatt á fremsta plássi, og tær hava vunnið átta dystir í endaspælinum í ár, meðan tær tvær ferðir fóru av vøllinum uttan stig, og var hetta eftir útidystirnar í Vági og í Runavík. HB snávaði í Vági Í Vági var dystur millum HB og VB, sum vóru á ávikavist øðrum og triðja plássi undan dystinum. HB hevði 21 stig, meðan VB hevði 19, og sostatt skuldi HB "bert" hava ein javnleik fyri at ogna sær í hvussu so er silvurmerki. VB skuldi harafturímóti hava ein sigur, og tað sást eisini aftur í dystinum. Tá bert sjey minuttir vóru farnir, legði Rini Mørk VB á odda, og tann støðan helt sær til hálvleiks. Málleyst var til 71. minutt, tá Guðrun í Lágabø økti um leiðsluna. Hetta var hennara fjúrtanda mál í ár. Hetta sá út til at taka luftina úr HB kvinnunum, og bert tríggjar minuttir seinni staðfesti Laila Jespersen sigurin fyri VB. Dysturin í Vági varð ikki væl spældur, einamest tí at vindurin var so nógvur, men VB dróg ein sannførandi 3-0 sigur í land, og tær endaðu sostatt á øðrum plássi, meðan HB kvinnurnar máttu taka til takkar bronsumerkjunum. Bæði VB og HB megnaðu at geva KÍ kapping til síðsta leikdag, men sum sagt megnaðu hvørki av liðunum at gerast føroyameistarar. HB tapti tríggjar dystir samanlagt í endaspælinum í ár, tveir móti KÍ og ein móti VB. Hesir ósigrar kostaðu í síðsta enda dýrt. VB tapti eins og KÍ tveir dystir í endapælinum í ár, men tær spældu tíðliga í seinnu hálvu javnleik í Havn móti B36, og tá bert tvey stig vóru millum KÍ og VB samanlagt, verður tað einamest hesin dysturin, VB kvinnurnar fara at minnast. NSÍ frálíkan endaspurt NSÍ spældi útsetta dystin móti Skála mitt í viku, áðrenn tær sunnudagin skuldu til Havnar at spæla móti B36. Hesir báðir dystir høvdu sum so einki at siga, men við tveimum sigrum kundi NSÍ koma framum B36 upp á fjórða plássi. Móti Skála gjørdu tær sína skyldu og vunnu ein sannførandi 4-0 sigur. Hálvleiksstøðan var 1-0 til NSÍ, og var tað ikki so óvæntað Irdi Hansen, sum skeyt málið. Í seinna hálvleiki økti Oddvá Christiansdóttir um leiðsluna, áðrenn Irdi Hansen gjørdi tað til bæði 3-0 og 4-0, sum gjørdist endaliga úrslitið. Sunnudagin var NSÍ í Havn og vitjaði. Áðrenn dystin hevði B36 tíggju stig, meðan NSÍ hevði níggju stig. Sostatt var nakað at spæla um hjá hesum báðum liðum, og B36 var favorittur at vinna dystin. Men soleiðis skuldi ikki ganga. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fekk NSÍ brotsspark, og Elinbjørg Hammer setti bóltin í netið til 1-0. Síðani kom áðurnevnda Irdi Hansen veruliga í gongd, og gjørdi hon ikki minni enn fimm mál á rað. Fyrst økti hon um leiðsluna beint fyri hálvleik, og í seinna hálvleiki skeyt hon ikki minni enn fýra afturat. Tað vil við øðrum orðum siga, at hon tveir teir seinastu dystirnar skeyt heili átta mál, og kom hon sostatt uppá 14 mál samanlagt í landskappingini. Maibritt Olsen skoraði sjeynda málið, áðrenn B36 fekk pynta uppá óvæntaða úrslitið við máli frá Súsonnu Hansen. Niðurstøða Nú landskappingin í kvinnufótbólti ár 2000 er av, kunnu vit staðfesta, at hetta var eitt spennandi ár, og spenningurin helt sær enntá til síðsta leikumfar. KÍ endaði við 24 stigum, meðan VB var í hølinum við 22 stigum. HB hevði 21 stig, og sostatt kunnu vit staðfesta, at tað var sera javnt í toppinum. Øll trý liðini høvdu møguleikan at ogna sær meistaraheitið áðrenn seinasta dyst, men tað var uppiborið, at KÍ, sum dró longsta stráið, nú eru nýggir føroyameistarar. Miðskeiðis í endaumfarinum býtti kappingin seg upp í tveir bólkar, har áðurnevndu liðini KÍ, VB og HB drógu frá trimum teimum niðastu liðunum NSÍ, B36 og Skála. HB á triðja plássi endaði sum sagt við 21 stigum, meðan NSÍ á fjórða plássi hevði tólv stig. B36 fekk 10 stig og síðani kom Skála, sum ikki megnaði at fáa nakað stig til høldar. NSÍ hevði ein sera góðan endaspurt, og komu tær framum B36, tá tær í seinasta dystinum vunnu heili 7-1. B36 hevur harafturímóti havt eitt sera vánaligt kappingarár, og vóru tær kanska størsta vónbrotið í ár. B36 kvinnurnar plaga at teljast millum toppliðini, sum eru við í stríðnum um meistaraheitið, men í ár endaðu tær heilt niðri á fimta plássi frammanfyri Skála. KÍ er sostatt føroyameistarið ár 2000, og Sosialurin ynskir teimum hjartaliga tillukku. Úrslitini seinastu vikuna gjørdust hesi: Skála-KÍ 1-4 KÍ: Rannvá Andreassen 3, Viviann Bjartalíð 1. Skála: Ingun Johansen 1. VB-HB 3-0 VB: Rini Mørk 1, Guðrun í Lágabø 1, Laila Jespersen 1. B36-NSÍ 1-7 B36: Súsanna Hansen 1. NSÍ: Irdi Hansen 5, Oddvá Christiansen 1, Maibritt Olsen 1. Skála-NSÍ 0-4 NSÍ: Irdi Hansen 3, Elinbjørg Hammer 1. Hart arbeiði hevur givið úrslit Toppskjúttin í føroysku kvinnudeildini, Malena Josephsen, heldur, at hart arbeiði líka síðani februar mánað er atvoldin til greipuna í ár Malena Josephsen hevur verið ein sera eyðsýndur leikari í kvinnudeildini í ár, og endaði hon kappingina við at vinna greipuna, umframt tað at hon gjørdist besti málskjútti. Malena sigur, at hart arbeiði síðani í februar mánaði hevur verið atvoldin til góðu úrslitini hjá KÍ kvinnunum í ár. Vit byrjaðu longu at venja í februar, vit hava verið umleið tjúgu hvørjaferð, og tað hevur nú givið úrslit. Vit vildu vinna greipuna, og við hørðum arbeiði hevur tað nú eydnast okkum. KÍ hevur ikki ligið á odda alt kappingarárið, tí eftir at tær triðseinasta leikumfar taptu heili 6-0 í Vági, var VB á odda. Men vikuna eftir bastu klaksvíkskvinnurnar VB á heimavølli 5-2, og so høvdu tær aftur kortini í hondini, áðrenn seinasta leikumfar móti Skála. Eg haldi, at dysturin, vit fara at minnast best, er 5-2 sigurin í Klaksvík móti VB, sum jú gjørdi, at vit aftur komu upp á ovastu rók. Munurin frá í fjør er tann, at vit hava havt bæði yngri og eldri leikarar við á liðnum, og tað hevur verið gott fyri liðið. Í fjør vóru tað næstan bara ungir leikarar, men í ár komu fleiri leikarar aftur til okkara. Í hesum sambandi nevnir Malena Bárðu Skaale, Margit Joensen og málverjan, saman við tvíburðunum Rannvá og Ragnu Andreassen, sum allar hava havt stóran týdning fyri liðið. Malena heldur ikki, at kappingin í ár hevur verið hørð, tí tær hava jú vunnið móti teimum flestu toppliðunum. Nú taptu vit í Runavík, og tað kostaði okkum nógv. Í Vági var tað stormur, og vit komu ongantíð fyri okkum tann dystin. Men vit skuldu bara vísa teimum, at vit vóru betri, og tað gjørdu vit so við at vinna vikuna eftir í Klaksvík, endar nýklakti greipuvinnarin Malena Josephsen, sum í ár gjørdist toppskjútti í bestu føroysku kvinnudeildini við 17 málum. Ongantíð fyrr verið kapping um plássini KÍ venjarin Jón Harald Poulsen hevur fingist við kvinnufótbólt í fimtan ár. Eftir at FM heitið er komið undir land, sigur hann, at hetta er fyrsta árið, at so nógv fólk hevur verið til taks, og at kapping hevur verið um plássini Eftir at KÍ kvinnurnar ognaðu sær føroyameistaraheitið inni á Skála, spurdu vit venjaran Jón Harald Poulsen, hvør høvuðsorsøkin til FM heitið er. Høvuðsorsøkin til góða úrslitið er, at vit hava verið so væl mannaðar í ár, og at tað hevur so nógv fólk bæði til venjing og dyst. Millum fjúrtan og tjúgu kvinnur hava verið til venjing hvørja ferð, og tað má sigast at vera góð uppmøting. Tað er í stuttum tað, sum hevur gjørt mun hjá okkum í ár. KÍ endaði í fjør á fjórðaplássi, og tá hevði Jón Harald kvinnuliðið í Klaksvík undir hond seinnu helvt. Munurin frá í fjør til í ár er tann, at tær hava verið nógv meiri nærlagdar við uppmøtingini til venjing, og tað hevur sum sagt verið nógv fólk at tikið av gjøgnum árið. Jón Harald leggur afturat, at tað í ár hevur verið ein blandingur av yngri og eldri leikarum, og tað hevur eisini sett síni spor. Spurdur, hvat teirra størsta styrki á vøllinum hevur verið, svarar Jón Harald, at tað hevur verið konditiónin og likamlig styrki. Hann nevnir eisini, at tað hava verið sterkir leikarar á øllum plássum, og at tað hevur verið kapping um plássini. Til dømis høvdu vit sunnudagin móti Skála fýra leikarar á beinkinum, sum eru sera góðir, har onkur hevur verið í byrjunaruppstillingini gjøgnum árið, og tað vísir styrkina í okkara hópi. Tað hevur stutt sagt verið hørð kapping um plássini, og tað hevur ongantíð verið fyrr, so leingi eg havi fingist við kvinnufótbólt. Jón Harald Poulsen sigur, at tá hann tók við sum venjari seinnu helvt í fjør, og tá kappingin byrjaði í ár, var málsetningur hansara ikki endiliga at gerast føroyameistari, men meiri at hjálpa KÍ at hava ein venjara til kvinnurnar. Men tá tað so gekk so væl hjá okkum, vildi ein sjálvandi gerast føroyameistari, og tá vit so vunnu steypakappingina, samstundis sum tað gekk væl í endaspælinum, vildu vit vinna greipuna. Tá vit koma inn á skipanina av kappingini í ár, heldur Jón Harald, at fyri teirra viðkomandi hevði verið gott at havt pláss fyri meiri enn einum liði. Kanska skuldu vit spælt hálvan vøll, tí fyri okkara viðkomandi hevði verið gott við einum 1. deildarliði, umframt einum hálvum liði afturat, tí fleiri kvinnur hava bert leikt ein ella tveir dystir í ár, og tað er harmiligt. Ella hevði tað verið eitt hugskot at spælt sum nú er, og so havt eitt B-lið við sjey leikarum, sum so kundu leikt hálvan vøll. Spurdur um føroyskan kvinnufótbólt sum heild, heldur Jón Harald, at hann fyri teirra viðkomandi avgjørt er í menning. Nøkur vilja vera við, at tað gongur niðureftir, men í Klaksvík gongur uppeftir, og kvinnufótbólturin her er í menning. Fyri fyrstu ferð í lívi mínum hava so nógvar møtt upp og verið við í hópinum, og tær hava veruliga tikið uppgávuna álvara í ár. Jón Harald heldur tó, at tað er neyðugt við einum A-landsliði, tí tað gevur leikarunum meiri at spæla fyri. Tað hevði verið sera gott við einum A-landsliði, tí eftir míni áskoðan hava kvinnurnar betri møguleika at koma langt enn menninir úti í heiminum. Um tað so ikki er EM ella VM, skuldu vit havt eitt A-landslið fyri kvinnur, sum kanska var við í oyggjaleikunum ella okkurt tílíkt. Vit takka venjaranum hjá nýggju føroyameistarunum, Jón Harald Poulsen, fyri prátið, og Sosialurin ynskir honum hjartaliga tillukku við føroyameistaraheitinum. Tað verður VB HB-liðskiparin roknar við, at møguleikin fyri gullinum nú er fokin Tað var ein vónbrotin Rúni Nolsøe, sum vit fingu orð á nakað eftir at dysturin millum havnarliðini bæði var leiktur. Skuffaður Eg veit ikki ordiliga, hvat eg skal svara. Vit eru sjálvsagt langt niðri í løtuni, og sjálvur ivist eg ikki í, at FM møguleikin nú er gloppin okkum av hendi, var svarið, tá vit spurdur um stemningin á liðnum eftir dystin. Sjálvandi kann B36 hjálpa okkum komandi sunnudag, men eg trúgvi bara lítið upp á, at teir fara at gera nakað við VB. Eisini tí vágbingar hava verið ógvuliga stabilir í seinnu kappingarhálvu. Sjálvir hava vit eisini ein torføran dyst, har talan aftur verður um karantenur, tí hesuferð eru Jóhannis Joensen og eg sjálvur leikbannaðir. Betri enn B68 Sum kunnugt er Rúni sjálvur vágbingur av uppruna, og spurdur um tað kanska er við blandaðum kenslum, at tað møguliga verður VB, sum verður meistari, er svarið bæði fyri og ímóti. Tá man spælir við HB, so er tað sjálvandi fyrst og fremst við HB at hugurin er. Hinvegin er tað klárt, at um vit ikki kunnu gerast meistarar sjálvir, so tað OK, um VB vinnur. Vit hava jú alla seinnu helvt kappast við VB og B68, og sjálvandi vil eg heldur, at gullið fer til Vágs enn inn á Toftir, men alt hetta kann tó ikki fjala útyvir, at eg í løtuni eri ógvuliga vónsvikin, segði Rúni Nolsøe at enda. EB/Streymur kom upp Hóast ivaleysa byrjan, so stóð kortini nógv á seinasta hálva tíman, tá fuglfirðingar veruliga hóttu heimaliðið EB/Streymur-ÍF 2-2 (2-1) Nógv fólk hevði leitað sær út á Mølina til seinasta heimadystin hjá EB/Streymi hetta kappingarárið. Í øllum førum var talan um seinasta heimadystin, um úrslitini lagaðu seg eftir vild, tí undan dystinum hevði ÍF framvegis møguleika at hótta EB/Streym við sessinum, sum bert gevur rættindi til at spæla um uppflytingarsess. Tað vardi tó ikki leingi, so hevði heimaliðið gjørt gestunum so púrasta greitt, at her nyttaði einki at koma eftir nøkrum sum helst. Innan tíggju teir fyrstu minuttirnar hevði Erling Joensen í ÍF málinum tvær ferðir verið inni í meskunum eftir bóltunum, og í báðum førum var tað Jákup Martin Joensen, sum við dundurskotum sendi bóltin í kassan. Fyrstu ferð var eftir uppspæl í høgru. Bólturin kom út frá, og av brotsteigarmarkinum smekkaði Jákup Martin til. Seinna málið kom eftir uppspæl úr vinstru, og málverjin hevði ikki ein livandi møguleika, tá skotið small ytst við stólpan. Líkt var nú til, at dysturin at kalla var avgjørdur, og tað átti hann eisini av røttum at verið. Fuglfirðingarnir tóktust so at siga allan fyrra hálvleik at hugsa um alt annað enn fótbólt. Skeldaðust innanhýsis og spældu ikki sum eitt lið, meðan heimaliðið hinvegin fylgdi øllum fótbóltsforskriftum. Kempaðu væl, bakkaðu hvønn annan upp, spældu seg fram til møguleikar. Ja, snøgt sagt gjørdu teir alt annað enn at skorað. Fleiri ferðir varð talan um heilt stórar møguleikar, og beint fyri steðgin vórðu teir eisini revsaðir fyri væntandi neyvleikan. Jón Sigurd Gleðisheygg er annars mest kendur fyri máltevið, men hesu ferð var tað tó í egið net, at hann sendi bóltin. Upprunin var eitt væl skotið, skrúvandi hornaspark, sum varð sent inn úr høgra verjuborði. Sålarliga mundi hetta kennast sum dyggur smeitur hjá heimaliðnum, og tða liðini komu út til seinna hálvleik, var sjónligt, at hetta eisini hevði gjørt mun hjá fuglfirðingum. Nú royndu teir at spæla fótbólt, heldur enn at sparka, og skjótt gav hetta eisini úrslit í góðum málmøguleikum. Ein av hesum endaði við, at Hergeir Eldevig tætt inni undir málinum kundi skjóta fuglfirðingar upp á javnt, og so kom av álvara lív í dystin. Fram til tað restaði eitt korter av dystinum, hildu geistirnar áfram at trýsta, og hóast heimaliðið so avgjørt eisini hevði sínar møguleikar, so var útisigurin nærri enn heimasigurin. Einu ferðina kiksaðu teir so at siga av mállinjuni, og nærri enn tí sama komu teir ikki. Seiansta korterið fall ÍF í grøvina at royna seg við longum bóltum niðan á EB/Streym hálvuna, og so lætti trýstið. Uttan veruliga at vera í vanda seinasta korterið, kundu spælararnir sostatt fegnast um nývunna heitið sum fyrstudeildarlið, eftir eitt kappingarár, har teir so at siga alla tíðina hava verið á odda. Spennandi íkast Fleiri hava undrast á, hvussu tað ber til, at eitt lið, sum seinnu árini hevur hildið til í botninum, brádliga kann vinna dieldina. Verður hugt at liðnum í dag, tykist spurnginurin heldur vera, hví liðið hevur verið í botninum seinnu árini. Talan er um fleiri evnaríkar ungar leikarar, sum í nógvum førum hava sýnt, at teir væl eru førir fyri at spæla góðan fótbólt. Um hett er nóg mikið, tá ferðin fer nakað uppeftir í fremstu deildini, er ilt at siga, men líkt er tó til, at EB/Streymur kann gerast eitt spennandi og frískligt íkast til bestu deildina komandi ár. EB/Streymur-ÍF 2-2 (2-1) 1-0: Jákup Martin Joensen 2-0: Jákup Martin Joensen 2-1: Sjálvmál 2-2: Hergeir Eldevig Samanhald Jákup Martin Joensen heldur góða samanhaldið vera størstu orsøkina til sigursrøðina hjá EB/Streymi, og venjarin tykist ikki ósamdur Tað eru einsljóðandi orð, sum eru at hoyra frá teimum av stóru monnunum hjá EB/Streymi. Jákup Martin Joensen man vera leikarin, sum hevur feskastu royndirnar frá bestu deildini, har hann í 1998 var ein partur av B36 liðnum, sum tá vann bronsu. Kendastur av øllum man tó vera venjarin, Bergur Magnussen. Á oyggjaleikunum í 1989 bumbaði hann alla mótstøðu sundur og saman, og í árunum kring hetta skeyt hann eisini mong mál fyri B36. Talan frá teimum er einsljóðandi, tá spurt verður um, hvørjar orsøkirnar eru til góðu gongdina hjá felagsliðnum hetta kappingarárið. Orð sum samanhald, vilji og stuttleiki ganga aftur hjá báðum tveimum, og at talan er um menn, sum stríðast til tað seinasta, hava fleiri dømi verið um í ár. Sjálvur hevur Jákup Martin hug at taka tveir dystir framum, tá hann skal nevna dømi um hetta. Í útidystinum móti HB var EB/STreymur aftanfyri 3-0 í hálvleikinum, men teir megnaðu kortini at venda hesum til 6-3 sigur. Eisini nevnir hann dystin mótiu B36 fyri viku síðani. Tá skoraði felagsliðið trý mál, og øll fullu hesi í yvirtíðini av teimum báðum hálvleikunum, so at treiskni stenudr ovarliga á dagsskránni er lítið at ivast í. Mugu styrkjast Jákup Martin fer í næstum av aftur landinum, tí hann er bert heima í útbúgvingarørindum, so hann verður neyvan tøkur komandi árið. Bergur Magnussen heldur tó sjálvur, at tað í veruleikanum ikki skal so nógv til, fyri at liðið skal kunna standa seg í bestu deildini. Talentið er so avgjørt til staðar, og so er spurningurin, um viljin eisini er har, tí talan verður um nakrar sera strævnar dystir, áðrenn leikararnir hava vant seg við ferðina í fremstu deildini, heldur venjarin. Um hann sjálvur kemur at standa við stýrisvølin til tað tíð, er hann ikki so vísur í. Heldur ikki verður tað á vøllinum, at gamli toppskjúttin verður at síggja, men hann gav tó eina ávaring til komandi mótstøðuliðið, NSÍ. Nú eru vit tryggjaðir, so eg haldi eg farið á vøllin sjálvur næsta leygardag, segði Bergur Magnussen við einum smíli, áðrenn hann saman við leikarunum aftur fór at fegnast um gullmerkini Uni skrivaði søgu Ísland: Álopsmaðurin í Akranesi er fyrsti føroyingurin, sum hevur verið við til at vunnið steypafinalu uttanfyri landoddarnar Eitt nýtt kapitul varð seinnapartin sunnudagin skrivað í føroyskari fótbóltssøgu. Fyri fyrstu ferð nakrantíð var ein føroyingur við til at vinna steypakappingina í einari kapping uttanfyri føroysku landoddarnar. Uni Arge og ÍA vunnu 2-1. Uni Arge hevur eina aðra ferð roynt seg í útlendskari steypafinalu. Tað var í 1998, tá hann saman við Jens Martini Knudsen var á liðnum hjá Leiftri, sum tapti 2-0 ímóti ÍBV. Ein annar føroyingur hevur verið við til at tapa útlendska steypafinalu. Talan er um Toda Jónsson, sum í 1998 var á liðnum hjá FCK. Teir taptu 4-1 ímóti Brøndby í Parkini í Keypmannahavn. Stórur fagnaður Fyri skagamenn var tað av alstórum týdningi, at teir gjørdu av við ÍBV. Sigurin hevur við sær, at ÍA komandi ár sleppur at royna seg í undankappingini til UEFA Cup. At sigurin var kærkomin sáast á øllum brøgdum sunnudagin. Skipað var fyri stórfingnari uttandura móttøku, tá Uni Arge og hinir fótbóltsspælararnir komu aftur. Eini tvey túsund fólk vóru savnað, politiskt valdi býráðsformaðurin, Guðmundur Páll Jónsson, helt talu, og har varð sungið. Seinni sunnukvøldið varð skipað fyri veitslu á Akranesi. Finalan á Laugardalsvøllinum var tøtt og spennandi. Fyrra umfarið var málleyst. ÍA legði bragdligari fyri, og ÍA fekk eina ferð bóltin í netið, men tað varð kolldømt, tí dómarin helt, at Uni Arge, sum var á vøllinum allar 90 minuttirnar, hevði gjørt fríspark frammanundan. ÍA fekk hol á í 58. minutti. Baldur Aðalsteinsson sendi við høvdinum í kassan aftanfyri Birkir Kristinsson í málinum hjá ÍBV. Málið kom eftir at innlegg var komið úr vinstru. Bara fimm minuttir seinni stóð aftur á jøvnum.Bjarni Geir Viðarson royndi seg úr 30 metra fjarstøðu, og bólturin sat í netinum. Alt bendi á longda leiktíð, tá ÍA fekk sigursmálið. Klokkan vísti 93 minuttir, tá Kári Steinn Reynisson skoraði, og so var alt á gosi millum ÍA viðhaldsfólkini. Hetta var áttanda ferðin, at ÍA ognaði sær eitt lutabræv í íslendsku steypasøguni. Hetta var níggjunda ferðin, at ÍBV var annað liðið í finaluni. Teir hava vunnið fýra ferðir. Hetta var triðja ferðin, at ÍBV og ÍA hava verið í finaluni. ÍA hevur vunnið allar tríggjar ferðirnar, og úrslitið hevur hvørja ferðina verið 2-1. Og so var hetta fyrsta ferðin, at ein føroyskur fótbóltsspælari var við til at vinna útlendska steypafinalu. Vit ynskja Una Arge hjartaliga tillukku við sigrinum og góða eydnu, tá ÍA komandi ár fer at royna seg í UEFA Cup. Johan vann stríðið ímóti Jákupi At Johan B. Hansen nú hvørja ferð er ímillum teir fyrstu ellivu ber í sær, at hann av álvara bankar upp á landsliðsdyrnar Tveir føroyskir landsliðsspælarar vóru á vøllinum, tá Herfølge sunnudagin vitjaði í Odense. Jákup Mikkelsen var ímillum stólparnar hjá Herfølge, og Johan B. Hansen var enn eina ferð á OB liðnum allar 90 minuttirnar. At føroyski landsliðsmaðurin nú hevur vunnið sær fast pláss á superligu liðnum ber í sær, at hann av álvara fer at leggja atgongumerki inn til pláss ímillum teir fyrstu ellivu á landsliðnum. Um Allan Simonsen fer at taka avleiðingarnar av hesum nú beinanvegin, fæst at síggja, tá landsliðið um tvær vikur fer at spæla í Zürich. Jákup í øðini Tað man vera rættuliga sjáldan, og ivaleyst munnu tey flestu ongantíð hava upplivað tað, at sera sinniligi Jákup Mikkelsen av álvara hevur sett kniklar í brýr á vøllinum. Men tey, sum fylgdu superliguni í sjónvarpinum sunnukvøldið, sóu Jákup geva so ilt av sær yvirfyri einum av viðspælarunum, sum Jens Martin Knudsen bara onkra heilt einstaka ferðina hevur gjørt! Jákup tveitti seg og vardi dygst úti við stólpan meistarliga fyri einum OB stútara úr átta metrum, eftir at frísparksinnlegg var komið úr vinstru. Steven Lustü gav ilt av sær, tí Jákup ikki megnaði at halda bóltinum beinanvegin, og tað helt Jákup vera púra burtur við í hesum førinum. Við bóltinum rann hann inn í ryggin á viðspælaranum, sum mundi kenna seg kløkkan og eitt sindur nipnan. Kiks í verjuni Longu í 10. minutti kom Herfølge á odda. Jesper Falck var málskjútti, eftir at ein av viðspælarunum við høvdinum hevði snittað langt útspark frá Jákupi Mikkelsen víðari. Tað var kortini skjótt, at tað sást, at OB var leikliga omaná. Teir høvdu fleiri møguleikar, men tað eydnaðist ikki í 1. hálvleiki at fáa bóltin innum Jákup Mikkelsen. Seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt, tá OB javnaði. Dómarin metti, at ein av verjuspælarunum taklaði á fótin á einum av mótstøðumonnunum. John Faxe Jensen, sum hesa ferð var vongverji í vinstru, var sera misnøgdur, men har var einki at gera, og miðverjin, Michael Hemmingsen, sendi Jákup annan vegin og bóltin í hina síðuna. Tólv minuttir seinni var sami spælari aftur upp á spæl, eftir at langt innkast úr vinstru varð tveitt inn móti málteiginum, og bólturin var dottin niður. OB miðverjin er nú millum bestu málskjúttarnar í superliguni, og tað er nakað, sum teir leggja til merkis í Danmark. Tveir minuttir seinni skoraði Mwape Miti, og so var greitt, at heimaliðið fór at vinna. Steven Lüstü kiksaði, tá hann ætlaði at spæla framvið einum mótstøðumanni, og so var púra útselt í verjupartinum. Todi er komin fyri seg Tað verður mett at vera gott úrslit, at tað enn eina ferð eydnaðist FCK at koma úr Jyllandi uttan at hava tapt Sjálvt um Todi Jónsson hvíldi seg heima í Keypmannahavn, tá FCK í síðstu viku vann sannførandi steypasigur í Vejen í Jyllandi, so var venjarin, Roy Hodgson, ikki í iva, tá hann skuldi gera av, hvørjir teir fyrstu ellivu skuldu vera, sum fóru á vøllin í Silkeborg. Todi Jónsson fekk ytsta miðvallarplássið í vinstru. FCK spælið var avgjørt ikki av tí besta, men frá føroyskum sjónarhorni var tað undan landsliðsferðini til Sveis og Jugoslavia hugaligt at staðfesta, at Todi Jónsson rættuliga tykist hava vunnið førleikan aftur. Ferð eftir ferð fór hann framvið persónliga mótstøðumanninum úti í borðinum, og heilt tíðliga í dystinum var um reppið, at hann fekk fótin á innlegg úr høgru. Todi var á vøllinum fyrstu 80 minuttirnar. So ráddi um hjá FCK at halda tørn, og meiri verjukendi Michael Mio Nielsen loysti Toda av. Úrslitið í Silkeborg var 0-0. Hetta var ikki óvæntað, tí í átta av teimum síðstu níggju dystunum, sum hesi bæði liðini hava spælt ímóti hvørjum øðrum, hevur úrslitið verið javnleikur. Hesa ferð var Zuma í FCK álopinum saman við Harald Brattbakk. FCK hevði ikki nógvar upplagdar málmøguleikar, men teir vórðu snýttir fyri eitt mál. Todi Jónsson vann eitt fríspark í vinstru. Tað varð sent innfyri málið og snittað víðari til Ståle Solbakken, sum stýrdi bóltinum í málið. Rangstøða, segði linjuverjin, og dómarin rættaði seg eftir hjálparmanninum. Ikki rangstøða, segði sjónvarpsupptøkan, men hon taldi ikki. Komandi mánakvøld fær FCK vitjan av Jákupi Mikkelsen og hinum í Herfølge. Brøndby væl fyri Óli Johannesen og AGF spældu ikki sunnudagin. Í gjárkvøldið høvdu teir vitjan av Haderslev. Talan var av sonnum um lagnudyst. Blaðið var farið til prentingar undan dystinum. Í morgin venda vit aftur til tann dystin. Stóri dysturin hetta vikuskiftið var í Brøndby, har AaB vitjaði. Longu í 1. hálvleiki var ein av Brøndby miðverjunum rikin av vøllinum, tí dómarin metti, at hann hevði brúkt neyðbremsuna. Kortini eydnaðist tað undirmannaða Brøndby at koma framum 2-0. AaB minkaði um munin í síðstu løtu, men Brøndby vann og helt harvið tørn um óðu støðuna í toppinum. Í síðstu viku skrivaðu vit um AB, og at teir ikki hava vunnið, síðani teir vitjaðu B36. Heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað AB at vinna. At megna 1-1 javnleik á útivølli í Ikast ímóti oddaliðnum FC Midtjylland var ikki mett at vera av leið. Men í AB harmaðust teir um, at teir ikki megnaðu at fáa størri úrtøku burturúr fleiri stórum málmøguleikum. Lyngby vann 1-0 á heimavølli ímóti Viborg. Harvið hildu teir í Lyngby fast um oddasessin. Julian skoraði og Sogndal tapti Noreg: Nú er greitt, at føroyska felagið ikki fer at vinna annað plássið, sum ber beinleiðis uppflyting við sær Sogndal hevur framvegis møguleika at flyta upp í bestu norsku deildina. Men eftir tapið í Drammen sunnudagin er greitt, at teir fara ikki at megna fremsta ella næstfremsta plássið. Setningurin hjá teimum trimum føroyingunum og hinum í Sogndal er nú at halda tørn um triðja plássið. Tað vil við øðrum orðum siga, at kappingarárið hjá teimum verður eitt sindur longri, enn tað verður hjá teimum flestu í Noregi, tí Sogndal skal spæla tveir dystir um eitt pláss í bestu deildini. Hans Fróði Hansen og Julian Johnsson vóru á vøllinum allar 90 minuttirnar, tá Sogndal tapti 4-1 á útivølli ímóti næstfremsta Strømgodset. Kurt Mørkøre var ímillum teir fyrstu ellivu, men hann varð í 71. minutti skiftur út við Kristian Ystaas. Julian í essinum Áskoðarafjøldin í Drammen var metstór. 4.274 vóru møtt upp. Heimaliðið var ágangandi, og tá fyrra umfarið var av, var støðan 3-0. Fyrsta málið kom eftir eitt korter, eftir at innlegg var komið úr vinstru. Næsta málið kom í 26. minutti, eftir at málverjin í fyrstu atløgu hevði hálvbjargað, og triðja málið kom í 38. minutti. Í Sogndal møguleika legði Julian Johnsson upp til Alexander Ødegaard. Málverjin bjargaði, og í skjótum álopi økti Strømgodset til 3-0. Í 2. hálvleiki minkaði Julian Johnsson, sum norsku fjølmiðlarnir mettu at vera besta útispælaran hjá Sogndal, um málmunin. Annar hálvleikur var fýra minuttir gamal, tá Julian úr stuttari fjarstøðu hevði síðsta fótin á, eftir at Tommy Øren hevði lagt innfyri. Tað gjørdist kortini ongantíð spennandi. Í 52. minutti staðfesti Strømgodset sigurin. Jostein Flo hevði høvdið á, eftir at innlegg var komið úr vinstru. Sambært norsku pressuni hevði Julian einar tríggjar ferðir næstsíðsta fótin á, áðrenn aðrir Sogndal spælarar royndu seg ímóti málinum, uttan at hetta bar mál við sær. Hans Fróði Hansen fekk gult kort, tá ein tími var farin. Sogndal hevði hornaspark, tá Hans Fróði fór um koll, tí hann varð skumpaður í ryggin. Dómarin vildi ikki bríksla fyri brotssparki. Í staðin vísti hann Hans Fróða ostaflísina, tí hann helt, at føroyski miðverjin hevði roynt at filmað seg til eitt brotsspark. Kurt Mørkøre var um at gerast leysur í 62. minutti, men hann fekk ikki tamarhald á longu sendingini. Kurt Mørkøre hevur skorað nítjan mál, og nú dragnar upp til Jostein Flo, toppskjúttan, sum við stútaranum hesa ferð rakk 23 málum. Jostein Flo er upprunaliga úr Sogndal. Undan vitjanini av barndómsfelagnjum rósti gamli landsliðsmaðurin Kurt fyri at vera sera málsøkin. Jostein Flo vísti á, at Kurt hevur skorað nítjan vanlig mál, meðan sjey av málunum, sum Flo sjálvur hevur skorað, eru sett í netið upp á brotsspark. Vágbingar vilja vera best Sigursviljin lýsti út av øllum spælarunum, tá teir stríddu seg til øll stigini ímóti toftamonnum, sum harvið mistu FM møguleikan Viljin hevur so sera nógv at siga. Ikki minst tá tað snýr seg um fótbólt. Tað er aftur og aftur undirstrikað, og á Vágs eiði sunnudagin var hetta enn eina ferð sjón fyri søgn. FM møguleikin stóð upp á spæl bæði hjá heimaliðnum og gestunum av Toftum, sum høvdu fitt av áskoðarum suður við. Toftamenn vildu vinna og harvið varðveita FM møguleikan, men teir taptu, og tað var fyrst og fremst vinnaraviljin hjá vágbingum, sum var munurin. B68 hevur vunnið FM tríggjar ferðir. Viljin var stórur lutur í øllum meistaraskapunum. VB hevur ongantíð vunnið meistaraskapin. Men nú bendir sera nógv á, at tað fer at eydnast. Ikki minst tí at viljin er so ómetaligur. Tað var leingi sera tætt Vágbingar hava góð fótbóltsevnir. Útlendingarnir á liðnum gera fótbóltsevnini uppaftur betur. Ímóti B68 var hetta sjón fyri søgn. Men tað stóð nógv á, og tí var tað so sera týdningarmikið, at VB liðið smoygdi seg í stríðshamin á eitt sindur hála vøllinum (tað hevði regnað frammanundan dystinum). Talan var um nógvar nærdystir. Bæði á jørðini og í luftini. Á B68 miðvøllinum loysti Bogi Petersen leikbannaða Fróða Benjaminsen av. Bogi stóð seg væl. Á VB miðvøllinum var Milan Kulic, sum síðani summarsteðgin hevur staðið alt sterkari í myndini, leikbannaður. Í hansara stað spældi blaðungi Kári í Lágabø, sum frammanundan hevur verið millum lítið og einki á besta liðnum. Hann var ein sannur brandur. Setningurin hjá honum var at ansa eftir landsliðsmanninum Øssuri Hansen. Serliga í 1. hálvleiki megnaði ungi maðurin uppgávuna væl. Eftir steðgin fóru kreftirnar at ganga undan, og so varð hann skiftur út. Intensiteturin og spenningurin var alla tíðina í hæddini. Ferðin var høg, og málmøguleikarnir vóru nógvir. Tað lá í luftini beinanvegin, at dysturin fór ikki at enda málleysur. Popczynski og Robert vóru so vandamiklir, sum teir hava verið alt árið. Marcello Marcellino og Súni Fríði Johannesen hava skorað eina rúgvu av málum í ár. Tær síðstu ferðirnar hevur tað ikki eydnast so væl, sum tað hevur gjørt frammanundan. Í Vági høvdu teir tað trupult. Predrag Zivkovic var alla tíðina sum ein brandur á Marcello, og Jón Gærdbo hevði stutt tjóður á Súna Fríða. Mál og møguleikar Tað kann væl vera, at tað var avgerandi fyri B68, at teir ikki fingu mál, tá teir høvdu fyrsta upplagda málmøguleikan. Marcello var púra leysur, tá hann í málteiginum stútaði ímóti VB málinum. Bjarni Johansen bjargaði við fótparadu. Eftir dystin skiltu hvørki vágbingar ella toftamenn, at tað skuldi eydnast málverjanum at fáa fatur á bóltinum, sum tey flestu so at siga sóu í netinum. Vágbingar vóru í eyðkenda stílinum nærgangandi. Magnus Poulsen í B68 málinum vísti fleiri ferðir síni góðu málmansevni - ivaleyst vóru tað teir báðir bestu føroysku málverjarnir í føroysku kappingini, sum vóru á vøllinum. Men í 19. minutti noyddist Magnus Poulsen at fara í meskarnar eftir bóltinum.Robert royndi at spæla Popczynski, men møguleikkin tóktist at vera burtur, tá Arnbjørn Danielsen kom ímillum. Toftamaðurin var tó óheppin og gleið, og so takkaði spælandi venjarin fyri møguleikan. Síðsta korterið av fyrra umfarinum tóktist tað sum um toftamenn fingu betri tak á miðvøllinum, enn teir høvdu havt. Men í síðstu løtuni undan steðginum fingu teir mønustingin. VB hevði horna, Tórður Holm legði innfyri, og so vísti Predag Zivkovic tann viljan, sum ber so ógvuliga langt. Frá brotsteigarmarkinum spenti hann í móti nærra stólpanum, har hann frammanfyri B68 verjuna rann í bóltin og við høvdinum sendi inn við nærra stólpanum. B68 hevði leitað eftir viljanum í steðginum. Teir royndu at trýsta, og tað eydnaðist teimum at fáa mál, tá eitt lítið korter var farið. Kanska var talan um eitt tað vakrasta málið á Eiðinum í ár. Eftir honra endaði bólturin uttanfyri brotsteigin, hagani innskifti Øsur Jacobsen klokkureint smekkaði upp undir krókin. So spenti Jóannes Jakobsen álopsbogan, og hann brast. Eitt korter restaði, tá Robert Cieslewicz við snildum langskoti økti, og so var tað, at Popczynski staðfesti sannførandi heimasigurin. Úti við hornaflaggið vann hann nærdyst við B68 málverjan, dró eitt sindur út frá og sendi ímillum stólpan og verjumannin, sum royndi at verja fyri. Fagnaðurin í Vági var stórur, og hann varð sum ongantíð áður, tá tað í útvarpinum frættist, at B36 hevði javnað í Gundadali. Vágbingar settu kósina til hús við sannføringini um, at teirra lið evur beina kós ímóti meistaraskapinum! VB-B68 4-1 (2-0) 1-0: Robert Popczynski 19 2-0: Predrag Zivkovic 45 2-1: Øssur Jacobsen 60 3-1: Robert Cieslewicz 75 4-1: Krzystof Popczynski 88 Dómari: Niklas á Líðarenda (GÍ) VB: Bjarni Johansen - Predag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Jón Gærdbo, Mikael í Lágabø - Palli Augustinussen, Tórður Holm, Kári í Lágabø, Jón Pauli Olsen - Robert Cieslewicz, Krzysztof Popczynski B68: Magnus Poulsen - Marlon Jorge, Jan Dam, Arnbjhørn Danielsen, Oleif Joensen, Jákup Djurhuus - Bogi Petersen, Eyðstein Skipanes, Øssur Hansen - Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino Antihetjan sunndagin Tað eru betri menn enn eg, sum hava brent brotsspark í eins týdningarmiklum dystum, helt óhepni brotssparkskjúttin hjá HB, Allan Mørkøre Var tað nakar einstakur persónur, sum var havdur á munni serliga ofta í Havn sunnudagin, mundi tað vera óhepni brotssparksskjúttin hjá HB, Allan Mørkøre. Tá ein minuttur var eftir av vanligu leiktíðini, og støðan var 2-1 til HB, hevði hann gyltan møguleika at flyta liðfelagarnar eitt risafet nærri FM-heitinum. Restina av søguni munnun tey flestu kenna, og sjálvsagt var Allan harmur um brenda sparkið, tá vit seinni fingu orð á hann. Trýstið var stórt Fyrst og fremst helt hann tó, at størsta orsøkin til mistu stigini var, at B36 var nógv betra liðið í seinna hálvleiki. Teir vóru nógv meira aggressivir enn vit, og tá vit so ikki skora upp á okkara møguleikar, so kann tað ikki ganga øðrvísi, helt hann fyri, tá vit spurdu hann um dystin. Seinna hálvleik vórðu vit veruliga trýstir aftur á vøllin, og tað var als ikki tilvitað, at okkara spæl gjørdist so verjukent. Vit trúgva tó framvegis upp á gullið, tí um B36 megnar at trýsta VB á sama hátt komandi sunnudag, so ivist eg ikki í, at B36 vinnur tann dystin. Seinna hálvleik vórðu vit veruliga trýstir aftur á vøllin, og tað var als ikki tilvitað, at okkara spæl gjørdist so verjukent. Ikki serliga stuttligt Sum nevnt, so hevði Allan sjálvur møguleikan at skúgva allan iva til viks, men vanliga tryggi brotssparksskjúttin misnýtti, tá hann fekk møguleikan. Spurdur um hetta svaraði hann: Eg plagi at skora upp á brotsspark, men Tróndur lúrdi meg av í hasum førinum. Eg tosaði eisini við hann eftir dystin, og tá segði hann, at hann tók kjansin og tveitti seg rætta vegin. Tað eru tó betri menn enn eg, sum hava brent brotsspark í minst líka týdningarmiklum dystum, og hatta er so bara nakað av tí, sum ger fótbóltin stuttligan. Eg má tó viðganga, at tað ikki var serliga stuttligt beint eftir dystin, men sum sagt, so trúgva vit framvegis upp á møguleikan fyri gullmerkjunum, segði Allan Mørkøre at enda. Teir næstbestu hava gott stev 2. deild: KÍ vann sannførandi sigur á TB, sum harvið misti møguleikan fyri 1. deildarfótbólti komandi ár KÍ-TB 5-1 (3-1) Úrslitið í Klaksvík leygardagin kundi bent á, at tað er alstórur munur á fótbóltsstøðinum í Klaksvík og á Tvøroyri. Bestu tvørámenninir taptu 5-1 ímóti teimum næstbestu klaksvíkingunum. Tað átti at sagt alt. Men munurin er neyvan so stórur. Sannleikin er, at næstbesta liðið hjá KÍ hevur verið sera sannførandi eftir summarsteðgin. Og tá besta liðið ikki hevur staðið seg serliga væl, er spurningurin, hvussu stórur munurin hevði verið, um teir í bestu deildini høvdu spælt landskappingardyst ímóti teimum í næstbestu deildini. Á KÍ liðnum vóru John Ryan, Tomislav Sivic, Allan Joensen og fleiri ungir og sera evnaríkir spælarar, t. d. Atli Danielsen, Jóhannes Færø og Símun Joensen, og í málinum høvdu teir Meinhard Joensen. Tvørámenn vóru bragdligir fyrstu løtuna. Eftir hornaspark fingu teir bóltin í netið, men dómarin kolldømdi, tí hann helt, at fríspark var gjørt ímóti KÍ málverjanum. Í næsta álopinum fekk Bogi Johannesen, sum nú er fluttur aftur úr Danmark, mál. Og talan var um eitt fínt mál. Av vongverjanum í vinstru sneiddi hann framvið fleiri, áðrenn hann setti framvið KÍ málverjanum. TB hevðåi bóltin ikki so lítið, men teir vóru ikki so vandamiklir frammanfyri málinum, sum klaksvíkingar vóru tað. Stóri spælarin hjá KÍ var Tomislav Sivic, sum eftir summarsteðgin aftur og aftur hevur víst, at hann er ein fínur fótbóltsspælari (alt ov góður til 2. deildarfótbólt). Sivid átti uppleggið til útjavnandi málið, sum KÍ fekk skjótt aftaná, at TB hevði sett hol á. Allan Joensen skoraði úr seytjan metrum, eftir at Fríðin Ziskason hevði snittað. Allan Joensen var við í nógvum ta løtuna, hann var á vøllinum. Eftir uppspæl frá Tomislav Sivic legði hann úr brotsteiginum KÍ framum, og so varð hann rikin av vøllinum fyri hevnisøku. Tomislav Sivic, sum aftur og aftur spældi sær við bóltinum, økti undan hvíldini til 3-1. Hann lobbaði upp um málverjan. Í 2. hálvleiki varð Eyðun Gullok Svalbard rikin av vøllinum fyri ófantaliga takling. Fram ímóti dystarenda skoraði KÍ tvey mál afturat. Jóhannes Færø skoraði tað fyrra, eftir tvørbólt í brotsteiginum, og Fríðin Ziskason stútaði tað seinna eftir hornaspark. jh 2. deild KÍ-TB 5-1 (3-1) 0-1: Bogi Johannesen 1-1: Allan Joensen 2-1: Allan Joensen 3-1: Tomislav Sivic 4-1: Jóhannes Færø 5-1: Fríðin Ziskason KÍ gjørdi sína skyldu Sandoyingar vóru illa mannaðir, og Heðin á Lakjuni var væl upplagdur á heimaliðnum KÍ-B71 2-1 (2-0) Klaksvíkingar hava ikki verið tryggir við gongdina hjá teirra liði í ár. Teir hava aftur og aftur verið vónbrotnir, og tí vóru teir ikki helt álvuligir, tá teir sunnudagin fóru til síðsta heimadystin. Men hóast KÍ einki hevði at spæla um uttan æruna, so vóru teir nóg uppsettir til at vinna øll stigini móti illa mannaðu sandoyingunum. Spælið var einki at rópa hurrá fyri, men í løtum vístu klaksvíkingar, at teir hava fín fótbóltsevnir. Vit nevndu í síðstu viku, at Rógvi Jacobsen var farin til Noregs. Hetta er ikki rætt. Rógvi var í álopinum ímóti sandoyingum. Hann fer av landinum í dag, og nú skal hann royndarvenja við Sogndal í eina góða viku. So fæst at síggja, um hann verður yrkisspælari uttanlands, um hann fer at gera nýggja avtalu við KÍ, ella um hann fer at spæla aðra staðni í Føroyum komandi kappingarár. Hjá B71 kom tað illa við, at fleiri av lyklaspælarunum ikki vóru klárir. Bæði Julian Floresco og Michael Jørgensen royndu at hita upp, men báðir fóru undan dystarbyrjan av aftur vøllinum, tí teir ikki kendu seg at vera eitt hundrað prosent klárar. Spurningurin var kanska, um teir vildu leggja so ógvuliga nógv fyri. Tað ráddi ivaleyst heldur um at síggja, hvussu tað fór at roynast hjá hinum botnliðunum. Um tað fór at verða neyðugt, so var tað týdningarmikið at hava allar kanónrnar tøkar, tá NSÍ leygardagin kemur suður. Úrslitini sunnudagin gjørdu, at B71 komandi leygardag ikki skal spæla fyri lívinum í bestu deildini. Hjá B71 var dreingjaliðsspælarin Rúni Joensen í álopinum saman við Høgna Hansen. Hetta var fyrsta ferðin, at ungi maðurin, sum hevði Anrdzej Pazek sum beinleiðis mótstøðumann, var við frá fyrsta bríksli. Jón Brekku var á miðvøllinum, har hann skuldi taka sær av fyrrverandi B71 manninum, Marek. Bæði hjá Jón og Rúna var talan um stórar og torførar uppgávur. Hans Jørgen Djurhuus hevur verið burtur í fleiri vikur. Nú var hann komin aftur av skúlaferð í Danmark, og so var hann vongverji í høgru, har hann skuldi ansa eftir Heðini á Lakjuni. Lakjumaðurin tykist av álvara at vera komin fyri seg aftur, eftir at tað aftaná summarfrítíðina hevur verið eitt sindur striltið hjá honum. Málini KÍ hevði fleiri stórar málmøguleikar, og klaksvíkingar fingu í 1. hálvleiki tvey mál. Sandoyingar høvdu ikki nógvar málmøguleikar. Teir høvdu onkrar royndir, sum ikki vóru serliga vandamiklar. Tá teir at enda minkaðu um munin var so lítil tíð eftir, at sigurin hjá KÍ ikki varð hóttur. Heðin á Lakjuni setti hol á við fínum einmans avriki. Í 9. minutti setti hann ferð á í vinstru, sneiddi tríggjar av sær, og setti bóltin framvið Valdemar Nowisci, tá hesin kendi seg noyddan at fara úr málinum. Undan steðginum stútaði Ove Nysted umvegis stólpan og í kassan. Uppspælið í høgru var gott millum Harley Bertholdsen og Arnold Joensen, sum yvirlappaði, áðrenn hann sendi inn til nærra stólpan, har Ove Nysted var fyrstur á. B71 pyntaði um, tá bara ein lítil løta var eftir. Eli Hentze, sum alla tíðina varð væl ansaður av Jan Joensen, sendi fríspark úr høgru og til handara stólpan, har Bjørn Thorsteinsson stakk seg fram og stútaði úr rættuliga spískum og í handaru síðuna av málinum. Tá hevði KÍ framt fleiri útskiftingar. Hjalgrím Elttør er ein av ungu monnunum, sum hevur fingið nógva dystarvenjing í bestu deildini. Hann kom á vølin saman við Símuni Waag Høgnesen og Eyðuni Klakstein. jh KÍ: Zoltan Kojundrzic - Jan Andreassen, Andrzej Pazek, Niclas Niclassen - Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Marek Vierczbicki, Heðin á Lakjuni - Arnold Joensen, Ove Nysted, Rógvi Jacobsen B71: Valdemar Nowisci - Bergleif Sólsker, Jógvan Jón Petersen, Bernhard Petersen - Hans Jørgen Djurhuus, Jón Brekku, Eli Hentze, Kári Nielsen, Bjørn Thorsteinsson - Høgni Hansen, Rúni Joensen HB av vandaleið 2. deild: Heilar tvær ferðir kendi dómarin seg noyddan at taka tað reyða kortið úr lummanum. Báðu ferð varð tað víst einum hvítt- og svart klæddum, og B36 mátti eisini gjalda prísin við at tapa 4-0 ímóti grannunum úr HB HB-B36 4-0 (0-0) Hóast úrslitið bendir á ein greiðan HB sigur, so var tað B36, sum hevði bóltin ein stóran part av dystinum. Tó vísti tað seg at verða torført at sleppa ígjøgnum HB verjuna, sum stóð stinn tað mesta av dystinum. Frá byrjan av í fyrra hálvleiki hevði B36 bóltin meira, meðan HB lat mótstøðuliðið koma fram á vøllin og royndi síðani at fáa nøkur skjótálop í lag. B36 stýrdi sostatt spælinum, men skaptu ikki nógvar málmøguleikar. Gunnar Mohr hevði størsta møguleikan fyri steðgin, tá Eyðun Højgaard slapp til baklinjuna og legði innfyri til Gunnar, sum tó sendi uppum úr stuttari fjarstøðu. Vendin í dystinum kom miðskeiðis í fyrra umfari. Tórálvur Poulsen slapp at snara sær í brotsteiginum, men beint tá hann skuldi loysa av, varð hann feldur av sínum eftiransara. Dómarin metti tó ikki, at talan var um brotsspark. Hetta fekk øði í Tórálv, sum fyrst fekk tað gula og síðani tað reyða kortið fyri at vera ov grovur í munninum móti dómaranum. Hóast tíggju ímóti ellivu hevði B36 bóltin meira, men ógvuliga lítið hendi frammanfyri málunum. Fyrra part av seinna hálvleiki hevði B36 framvegis tamarhald á støðuni, meðan HB dúvaði uppá skjótálopini, og onkur møguleiki spurdist eisini burturúr. Ikki fyrr enn seinni hálvleikur var meira enn hálvrunnin bragdaði endiliga hjá HB. Eftir eitt skjótálop gjørdist Eyðun Samuelsen leysur tætt undir málinum. Hann sendi framvið Pól N. Joensen, og hóast B36ararnir hildu seg hava vart á strikuni, metti maðurin við flagginum, at bólturin hevði verið innanfyri. Eftir hetta fór ikki at vera lætt hjá B36, tí við bara tíggju monnum var tað torført at bróta ígjøgnum, tí HB liðið lá framvegis langt afturi á vøllinum. B36 royndi at leypa á, men tað kostaði í hinum endanum, har Eyðun Samuelsen ordiliga slapp framat. Næsta málið hjá HB var ein sonn perla. Eyðun sendi eitt fríspark beinleiðis uppum manngarðin í netið. Triðja málinum stóð Eyðun eisini fyri. Nakað tunnligt varð í B36 verjuni, tá Eyðun Samuelsen gjørdist fríur við málverjanum, og hann trillaði í málið til 3-0. Við hesum hálinum hevur Eyðun Samuelsen tikið seg fram á fremsta pláss á málskjúttalistanum saman við Jón Sigurð Gleðisheygg, sum eisini hevur skotið 13 mál. Gunnar Mohr slapp eisini uppí part móti endanum. Hann rann einsamallur ígjøgnum verjuna, uttan at nakar legði í at fara ímóti honum, og Gunnar sló sigurin fastan. Maðurin, sum ansaði eftir Gunnari, varð eisini rikin av vølli. Hann nýtti neyðbremsuna, tá Gunnar var fríur móti málinum. HB hevur nú tikið seg framum GÍ, men teir kunnu framvegis ikki kenna seg tryggar. Í næstu viku gongur leiðin til Fuglafjarðar, og tað verður óiva ein torførur dystur. B36 hevur hinvegin einki at spæla fyri í seinasta dystinum móti LÍF. HB-B36 4-0 (0-0) 1-0: Eyðun Samuelsen 2-0: Eyðun Samuelsen 3-0: Eyðun Samuelsen 4-0: Gunnar Mohr Vágur er á gosi Vágbingar eru illa nøgdir við, at dómsnevndin hevur staðfest tulkingina hjá kappingarnevndini av nýggju ásetingunum, men teir ætla sjálvir at syrgja fyri at vinna FM heitið Fótbóltsfepurin í Vági er høgur. Alla síðstu viku og ikki minst í fyrradagin og í gjár hevur nógv verið tosað um fótbólt. VB er fremst í landskappingini, og tað leggur upp til, at fótbóltsprátið verður nógv fram til leygardagin. Tá fer ein rúgva av vágbingum við býráðsformanninum Jógvani Krosslá á odda í Gundadal. Málið er at vinna á B36 og harvið at fáa fyrsta FM heitið nakrantíð suður til Vágs. Og vágbingar trúgva uppá, at tað fer at eydnast. Spælararnir eru greiðir yvir,hvat tað snýr seg um. Eftir lúsingin í Runavík hava teir dugað sera væl bara at savnað seg um næstu uppgávna, og tað fara teir eisini at gera í hesi vikuni. Teir eru fullgreiðir yvir, at um kappingarárið skal gerast so væl eydnað og harvið minnisríkt, sum tað er lagt upp til, so skulu teir vinna á B36. Hetta sigur Mannbjørn Tausen, formaðurin í VB. Hann hevur verið við í fótbóltinum í mong ár. Vit hava hesa síðstu tíðina fleiri ferðir nevnt, at VB ongantíð áður hevur fingið heiðurskrónur í landskappingini. Tað er rætt, men tað er ikki rætt, at VB ongantíð hevur verið frammanfyri fjórða plássið: Í 1977 endaðu vit á triðja plássinum. Men tá var hetta við heiðurskrónum ikki komið, so vit hava eingi sjónlig minni frá tí árinum, staðfestir formaðurin, sum fegnast um støðuna og heldur fleiri orsøkir vera til hana: VB hevur ofta havt gott fólk, men tað hevur ongantíð rokkið til, at vit hava spælt um meistaraskapin. Orsøkin hevur fyrst og fremst verið, at hópurin hevur ikki verið nóg breiður. Tað hevur kostað, at vit hava verið noyddir at havt tveir ella tríggjar spælarar á liðnum, sum ikki hava verið nóg væl fyri til 1. deildarfótbólt. At vit nú eru so væl fyri kemst ikki minst av, at vit hava fýra útlendingar á liðnum, sum hava víst seg at verið teir stuðulsspælararnir, sum føroyskur fótbóltur má rokna við, at útlendingarnir eru - um tað skal vera nøkur meining í at fáa teir henda vegin. Men parturin hjá tykkara egnu hevur ikki ligið eftir? Avgjørt ikki. Hvørki hjá teimum, sum hava verið við í mong, mong ár ella hjá teimum, sum eru ungir og tískil óroyndir í hesum høpinum. Allir hava lagt nógv fyri í venjingini, og eg vóni inniliga, at teir leygardagin vinna og harvið fáa ta løn fyri stríðið, sum eg haldi, at teir hava uppiborið, sigur VB formaðurin. Mannbjørn Tausen ætlar sær í Gundadal leygardagin. Spælararnir plaga ofta at fara norður kvøldið fyri dystirnar, og soleiðis verður tað ivaleyst eisini hesa ferð. Summi av viðhaldsfólkunum sunnanfjørðs fara norður fríggjadagin, og leygarmorgunin verður Smyril væl mannaður við VB viðhaldsfólkum. Misnøgdir við tulkingina Í Vági eru teir sera misnøgdir við, at fyrst kappingarnevndin og síðani dómsnevndin hjá FSF hava gjørt av, at nýggju ásetingarnar skulu tulkast soleiðis, at innanhýsis málmunurin ikki hevur nakran sum helst týdning. VB kærdi fríggjadagin avgerðina hjá kappingarnevndini til dómsnevndina. Leygarkvøldið hevði dómsnevndin tikið støðu. Teir staðfestu avgerðina hjá kappingarnevndini. Vit hava skilt, at Christian Andreassen, sum er løgfrøðiligur ráðgevi hjá kappingarnevndini, ikki luttók í viðgerðini. Ólavur Jákup Kristoffersen er eykalimur í dómsnevndini. Hann er gamal HBari, og tí helt hann seg ikki til at vera við í viðgerðini. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað vóru Páll Nielsen og Jegvan M. Eliasen, sum stóðu fyri staðfestingini. Vit kunnu ikki gera meiri við hetta málið, og fyri okkara viðkomandi er hetta liðugt. Men vit skilja ikki tulkingina, og eg ivist ikki í, at reglan og tulkingin fara at verða tikin upp, tá feløgini og FSF fara at eftirmeta kappingarárið, sigur Mannbjørn Tausen. Teir í VB gjørdu stórt kanningararbeiði, áðrenn teir kærdu avgerðina hjá kappingarnevndini: Vit spurdu okkum fyri hjá altjóða fótbóltssamgonguni. Í grein eitt í kappingarreglnum verður sagt, at alheimsreglurnar eru galdandi í føroyskum fótbólti saman við føroysku reglunum. Vit fingu at vita, at í Spania eru somu reglur galdandi sum í Føroyum. Har telja innanhýsis málini. Um tað stendur á jøvnum, so verður hugt at málum, sum eru skorað á útivølli. Jugoslavarnir, sum eru hjá okkum, hava sagt okkum, at hetta sama er galdandi í Jugoslavia, men hetta hava vit ikki fingið staðfest hjá FIFA. Men nú vóna vit, at tað ikki verður aktuelt við hasi greinini. Á aðalfundinum má hetta fáast í rættlag, og so ætla vit okkum ikki at tosa meiri um tað, sigur Mannbjørn Tausen, sum hevur eyguni og hugsanunum vendum ímóti leygardegnum, tá VB fer í Gundadal at stríðast fyri fyrsta FM heitinum nakrantíð. Póllendingar avgjørdu grannauppgerðina 2. deild: Tvey mál vóru nóg mikið hjá LÍF at hála trý týdningarmikil stig í land móti grannunum úr Gøtu, sum vóru komnir eftir tí eina stiginum LÍF-GÍ 2-0 (0-0) Leirvíksmenn vóru hart kroystir undan dystinum móti GÍ. Støðan var tann, at LÍF var næstniðast við sekstan stigum, meðan GÍ var trý stig frammanfyri. Kravið var sostatt hjá heimaliðnum úr Leirvík at vinna dystin fyri at koma ájavnt við GÍ. LÍF er við sigrinum eisini farið framvið gøtumonnum. GÍ kom til Leirvíkar við tí í tonkunum, at ein javnleikur var eitt frálíkt úrslit, tí so hevði ein javnleikur í seinasta dystinum verið nóg mikið til at tryggja sær framhaldandi luttøku í næstbestu deildini. LÍF hevði yvirvág í leiki fyri steðgin. Tað gekk tó ikki væl at skapa teir stóru møguleikarnar. Leirvíkingar vóru tískil ikki serliga vandamiklir hóast leikliga yvirvág. GÍ var allatíðina við og spældi seg eisini fram til tveir heilt stórar møguleikar. Trúgvi Olsen í LÍF málinum hevði tvær góðar bjargingar, tá gøtumenn høvdu vandamiklar royndir. Eftir steðgin setti LÍF ferðina upp, og GÍ megnaði ikki at fylgja við. Stutt eftir at dómarin hevði sett í gongd aftur, varð Kristian Eliassen skiftur inn, og eftir tað hendi nakað í álopsspælinum hjá heimaliðnum. Tá tíggju minuttir vórðu farnir av seinna hálvleiki, spældi Kristian til póllendingin Mirek Gil, sum dróg tvørturum og langaði til úr 20 metrum. Bólturin brast í yvirleggjaran og inn. Annars var dysturin sera harður, og nógv kort vórðu givin av dómaranum. Harímillum var eisini eitt reytt kort givið Áslakki Jacobsen fyri hevnisøku, tá tíggju minuttir restaðu. Dysturin líktist til tíðir meira einum bardaga enn einum fótbóltsdysti. Kristian Eliassen var vandamikil ta løtuna, hann spældi. Tvær ferðir vóru boð eftir GÍ verjuni, tá royndir frá Kristiani endaði á træverkinum. Tá eitt korter var eftir at spæla fekk LÍF tað seinna og avgerandi málið, sum gav GÍ mønustingin. Kaj Eli Olsen dróg inn í brotsteigin, men varð feldur í tí løtuni, hann skuldi royna seg móti málinum. Tomek Resel varð settur at taka, og hann setti bóltin trygt í netið til endaligu støðuna 2-0. Seinastu tíggju minuttirnar legði LÍF seg longur aftur á vøllin, tí teir vóru bara tíggju menn á vøllinum. GÍ sendi eisini fleiri fólk fram hesa løtuna, men einki bar til. Tað eydnaðist ikki GÍ at fara heimaftur við tí eina stiginum, og nú er tað GÍ, sum liggur til at spæla upp- og niðurflytingardyst. Um eina viku skal LÍF til Havnar at møta B36, meðan GÍ tekur ímóti KÍ, sum er flúgvandi í 2. deild. Alt verður avgjørt næsta leygardag. LÍF-GÍ 2-0 (0-0) 1-0: Mirek Gil 2-0: Tomek Resel Milliónin er á veg til Vágs Meðan annað suðuroyarliðið sær út til at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð, bendir heilt nógv á, at hitt suðuroyarliðið skal fara ikki ókendu niðurflytingarleiðina Endin á hesum kappingarárinum verður so spennandi, sum tað ber til at ynskja sær. Undan átjanda og síðsta umfarinum er ikki greitt, hvør fer at vinna meistaraskapin, og tað er heldur ikki greitt, hvør fer at enda á niðasta plássinum og harvið fer at flyta beinleiðis niður í 2. deild. Hetta átti at borgað fyri, at fótbóltsprátið verður nógv og áhugavert í vikuni, sum stendur fyri framman. Viðhaldsfólkini hjá EB/Streymi kunnu gleða seg um, at teirra lið hevur tryggjað sær uppflyting til bestu deildina. Tey, sum taka á við ÍF, kunnu gleða seg um, at hóast teirra lið ikki hevur havt nakað serliga sannførandi kappingarár í næstbestu deildini, so er tað framvegis møguleiki fyri, at steðgurin hjá ÍF í næstbestu deildini bara verður eitt ár. At ÍF fekk eitt stig á Eiði var nóg mikið at tryggja næstfremsta plássið, tí TB varð so avhølvað í Klaksvík. Næstfremsta plássið hevur við sær, at kappingarárið hjá teimum í Fuglafirði verður longt, soleiðis at teir fara at spæla fótbólt í meiri enn eina viku meiri, enn teir fara at gera næstan alla aðra staðni í landinum. Hitt staðið, har fótbóltsárið verður longri, verður í Vágum ella í Sumba. Bæði botnliðini taptu stórt hesa ferð, og um tey eisini tapa leygardagin, so verður tað Sumba, sum fer at flyta niður. Sumba hevur leygardagin heimavøll ímóti HB, og FS Vágar hevur heimavøll ímóti KÍ. Takk fyri síðst B36 hevur avgjørt ikki havt nakað serliga sannførandi kappingarár. Høvuðsmálið hjá einum so stórum felagi er at vinna meistaraskapin. Tað eydnaðist ikki. Næsta málið er at vinna steypakappingina. Tað eydnaðist ikki. Næstbesta plássið ber UEFA Cup pláss við sær. Tað eydnaðist ikki at vinna hetta plássið. Bronsukrónurnar og Intertoto Cup kunnu gerast plástur á sárið. Men tað er neyvan nakað afturímóti, at tað í evstu løtuni sunnudagin eydnaðist at venda 2-0 tapi til javnleik ímóti HB. Í B36 skýlinum varð tað ikki frítt, at tað varð tosað um 1991. Ta ferðina var fagnaðurin í HB skýlinum óførur, tá tað eydnaðist at javna til 1-1. Harvið glapp meistaraskapurin B36 av hondum, og í staðin gjørdist KÍ meistari, sjálvt um teir taptu 2-1 í Gøtu. Fyri trimum árum síðani vann B36 meistaraskapin. Í triði síðsta umfarinum vóru teir í Vági. B36 vann 2-1, og harvið tryggjaðu teir sær FM heitið. Sjálvt um teir í næstsíðsta umfarinum taptu í Gundadali ímóti HB, so vóru viðhaldsfólkini púra óttaleys, tá tey síðsta leikdagin fóru til Sandiar at fagna sínum liði. Komandi leygardag fær B36 vitjan av VB. B36 hevur møguleikan at røkka bronsukrónunum og Intertoto Cup plássinum. Teir kunnu røkka hesum plássinum, um GÍ vinnur á Svangaskarði. Spurningurin verður, hvussu uppsettir teir í B36 vera sammett við, hvussu uppsettir teir í VB fara at vera. Men uttan mun til hvørja endastøðu B36 fer at fáa, so hevur endin á kappingarárinum verið hugaligur hjá teimum. Teir hava vunnið á NSÍ og spælt javnt ímóti HB. Men meiri týdningarmikið er tað, at B36 tey seinastu umførini við heilt fáum undantøkum hevur spælt við fólki, sum er uppalt í felagnum, og sum tykist fara halda fram komandi ár. Søplaðu Í HB mundu teir miðskeiðis í seinna umfarinum kenna sigurin vera í pottinum. Tað var ikki frítt, at fleiri tosaðu um suðuroyarferð komandi leygardag. Men so var tað, at orðini, sum Preben Elkjær so ofta hevur tikið til, enn eina ferð gjørdust til veruleika. Fyrrverandi álopsmaðurin á danska landsliðnum, sum nú er viðmerkjari í sjónvarpinum, plagar at siga, at vandamesta støðan hjá einum liði er at vera á odda 2-0. Tá kemur tað ofta fyri, at lið ikki akkurát vita, hvussu tey skulu fyrihalda sær, og so verður tað heilt vandamikið, um mótstøðuliðið skorar eitt mál. Sunnudagin hevði HB allar møguleikar. Teir fingu brotsspark, og teir høvdu ein eitt hundrað prosents møguleika. Í báðum førunum misnýttu teir, men tað varð ikki lagt so nógv í hetta, tí sigurin tóktist vera í pottinum. B36 hevði viljan at koma afturíaftur, og HB hevði ikki evnini at binda um. Rættuliga ofta hevur gongdin verið júst tann øvugta, tá grannarnir í Gundadali hava dystast. Suðuroyarferðin er framvegis á skránni. Ivaleyst fara HB áskoðarar suður, og ferðin fer at vera sera minnisrík, um tað eydnast HB at vinna, og um tað ikki fer at eydnast VB at vinna í Gundadali. So verður HB meistari. Á spælarunum og HB áskoðarunum sást seint seinnapartin sunnudagin lítið til, at teir roknaðu við hesum síðst nevnda møguleikanum. Men tað er framvegis spenningur í. Og í tí sum sunnudagin sá út til at vera HB vónloysi, er tað ivaleyst rætt at minna á, at undan kappingarárinum vóru teir í HB ídnir at endurtaka, at teirra lið ivaleyst fór at standa seg betri enn í fjør - tá endaðu teir á fjórða plássinum. Nú er greitt, at HB í hvussu so er fær silvurkrónurnar. Svartiper Undan vikuskiftinum vóru tað trý lið, sum høvdu møguleikan at vinna FM. Nú eru tað bara tvey. B68 tapti í Vági. Ósigurin ger, at toftamenn ikki kunnu røkka meiri enn bronsuplássinum og Intertoto Cup. Tað er eisini møguleiki fyri, at B68 missir triðja plássið til B36. Gongdin hjá B68 tær síðstu vikurnar er undirstriking av, hvussu skjótt tað kann vera av aldukambinum og niður í dalin. 27. august smurdi B68 KÍ av á Svangaskarði. Tá vórðu toftamenn roknaðir sum fremsta boðið upp á oddasessin. Síðani tá hava teir tapt í Runavík og í Vági, og teir hava bara fingið eitt stig á heimavølli ímóti HB. Besta boðið Vágbingar hava ongantíð vunnið FM. Men nú eru teir nærri meistaraskapinum, enn teir nakrantíð hava verið, síðani tað í 1942 varð farið undir FM kappingina. Tá VB eftir tólvta umfarið var fremst, vóru vágbingar ódrúgvir. Teir taptu í Runavík. Nú eru vágbingar aftur á odda. Um teir megna at halda tørn í eitt umfar afturat, so verða teir meistarar. Í HB vóna tey sjálvandi, at VB fer at snáva í Gundadali, og at HB fer at vinna í Sumba. Kortini er tað einki at ivast í, at kring landið eru tey heilt nógv, sum halda tað vera hugaligt, um VB megnar at skriva sítt navn ímillum teirra, sum hava vunnið FM. Higartil hava níggju feløg vunnið meistaraskapin. Tey eru KÍ, TB, B36, SÍ, HB, ÍF, GÍ, B68 og B71. Eingin ivi er um, at ein rúgva av vágbingum verður í Gundadali leygardagin. Nógvir fara at koma norður við Smyrli, og nógvir vágbingar, sum búgva í høvuðsstaðnum, fara leygardagin í Gundadal at taka á við bygdarmonnunum og samstundis styrkja samleikan frá barna- og ungdómsárunum. VB er besta boðið upp á meistaraskapin og harvið kekkin upp á eina millión. Vágbingar taptu á útivølli ímóti NSÍ í trettanda umfarinum. Teir hava bara tapt eina aðra ferðina í ár. Tað var, tá B71 í næsta umfarinum fór av Vágs eiði við øllum stigunum. Hesar seinastu vikurnar hava vágbingar gjørt av við B68, GÍ, FS Vágar og KÍ, og teir hava greitt javnleik ímóti HB. Tí er ikki serlig orsøk at rokna við, at teir ikki fara at basa B36. Torleif Sigurðsson og hinir í FSF vera saman við Óla Holm í Gundadali. Magni Arge kann syrgja fyri, at tyrlan verður sett í gongd, og at nóg mikið av dýru dropunum verður í henni, at hon kann fara fulllastað úr høvuðsstaðnum og suður á Krossin, men tað verður neyvan neyðugt hjá tyrlustarvsfólkunum at gera álvara av flúgvingini. Vánaligasta boðið Sumbingar eiga heimavøll ímóti HB. Um Sumba ikki skal flyta beinleiðis niður í næstbestu deildina, so skulu teir hava í hvussu so er eitt stig. Sumba kappast við FS Vágar. Vágamenn eiga heimavøll ímóti KÍ, og tað kann væl vera, at teir fara at fáa stig. Í landskappingardystinum í Klaksvík vann KÍ 4-1, men tað var ikki fyrrenn í síðstu løtu, at munurin gjørdist stórur. Vágamenn sendu klaksvíkingar úr steypakappingini. Um FSV einki fær burturúr ímóti KÍ, so verður tað nóg mikið við javnleiki hjá sumbingum. Í innanhýsis kappingini við FS Vágar er Sumba betri fyri. Í Sumba vann heimaliðið 1-0, og í Sørvági vunnu sumbingar 2-0. Royn gjørdi bart 2. deild: Royn flutti niður við høvdinum høgt, tá NSÍ varð sent norðuraftur við einum 4-0 tapi. Sigurin var tó ein lítil troyst, tí eftir dystin varð greitt, at Royn spælir í 3. deild komandi kappingarár Stefan í Skorini Royn-NSÍ 4-0 Royn avgjørdi dystin í fyrra hálvleiki, tá heimaliðið skeyt trý av teimum fýra málunum. Hetta var samstundis størsti sigurin hjá hvalbingum í ár. Royn vísti frá byrjan, at teir meira enn fegnir vildu hava sigurin í hús leygardagin. Stórt trýst varð lagt á NSÍ málið. Útiliðið fekk ikki fótin fyri seg fyrr enn ov seint var. 3-0 við steðgin var meira enn NSÍararnir kundu klára. Fyrsta málið hjá Royn var vakurt og vísir, at teir eisini kunnu spæla bólt. Allan Michelsen breyt ígjøgnum í høgru síðu og legði tvørturum til Olivur Abrahamsen, sum skeyt frá brotsteigarmarkinum. Bólturin fór upp í hornið uttan møguleika hjá málverjanum at bjarga. Allan Michelsen, sum legði upp til fyrsta málið, stóð fyri tí næsta, og spælandi venjarin hjá Royn, jugoslavin Zoran Mancic, økti til 3-0 við brotssparki. Allan Michelsen var eisini við í hesum málinum. Olivur Abrahamsen spældi Allan, sum var leysur við málverjanum, ið kom út ímóti og tók beinini undan Allani. Zoran var tryggur frá brotssparksblettinum. 3-0 var støðan við steðgin, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Hvalbingar vóru uppsettir uppá at vísa, at teir eisini kunnu spæla bólt, hóast teir enn eru aftast í deildini og næsta kappingarár skulu spæla í triðbestu deildini. Tað vístu teir eisini við hesum úrslitinum, sum er teirra besta í ár. Tað er greitt, at venjarin Zoran Mancic ikki verður venjari hjá Royn næsta ár. Hann verður kanska í einum øðrum føroyskum felag, ella leggur hann leiðina heimaftur til Jugoslavia. Í seinna hálvleiki fekk Royn enn eitt mál. Búi Dahl spældi Allan Michelsen leysan, sum ikki sveik álitið, men økti til 4-0, og sló triðja sigurin hjá Royn í ár fastan. Seinasti dysturin verður á Sevmýri móti TB, men tann dysturin er týdningarleysur, tí hvørki hvalbingar ella tvørámenn hava nakað at spæla fyri. Eftir dystin gjørdist greitt, at Royn spælir í 3. deild komandi kappingarár, tí LÍF vann móti GÍ, og sostatt er eingin møguleiki at fáa leirvíkingar aftur. Royn hevur havt tað sera torført í ár, tí einki fólk hevur verið at tikið av. Um onkur spælari hevur verið leikbannaður ella skaddur, so hevur venjarin beinanvegin havt trupulleikar við at manna liðið. Teir hava tó verið í 3. deild fyrr og eru eisini komnir upp aftur í 2. deild beinanvegin, men livst so spyrst. Royn-NSÍ 4-0 (3-0) 1-0: Olivur Abrahamsen 2-0:Allan Michelsen 3-0: Zoran Mancic 4-0: Allan Michelsen GÍ í gamla lagnum Spælið hjá GÍ minti í trý korter um gulltíðina miðskeiðis í nítiárunum, og tað var ivaleyst til at buka vágamenninar GÍ-FS Vágar 5-1 (4-0) Hóast vágamenn høvdu vónað, at teir kundu fáa okkurt burtur úr dystinum í Sarpisgerði sunnudagin, so nyttaði teimum lítið at vera ónøgdir eftir dystin. Tað var nevnliga fult og heilt uppiborið, at GÍ vann dystin, og úr Gøtu frættist, at spælið í fyrra hálvleiki mundi vera tað besta, sum gøtumenn hava víst hetta kappingarárið. Óvæntað hørð mótstøða Vágamenn høvdu annars ikki roknað við, at gøtumenn fóru at spenna seg nakað serligt í dystinum. GÍ hevði so avgjørt einki at spæla fyri, annað enn æruna, og tí royndu gestirnir seg við sama framrættaða útgangsstøði, sum varð nýtt fyri viku síðani móti B71. Hesu ferð eydnaðist hetta tó ikki at koppa mótstøðuni, tí til tess var munurin alt ov stórur. Tað bøtti heldur ikki um hjá vágamonnum, at Ari Thomassen sat leikbannaður á beinkinum, meðan Tór-Ingar Akselsen framvegis ikki er komin fyri seg eftir drúgva liðbandsskaðan. Júst teir báðir hava annars verið mest sjónligu leikararnar hetta kappingarárið. Gekk skjótt galið Longu eftir tveimum minuttum fekk GÍ lagt seg odda, og tó at málið kanska var nakað heppið, var í veruleikanum bert ein vegur eftir hetta. Úr 25 metrum royndi Súni Olsen seg við frísparki, og tá bólturin bar við mótstøðuleikara á vegnum, var Remi í málinum fullkomuliga seldur. Málið tók nakað av mótinum frá gestunum, samstundis sum gøtumenn nú fingu frið yvir seg sjálvar, og við kvikum samanspælið fóru teir nú í holt við at tagað gestirnar sundur. Leiðslan varð tvífaldað, tá Poul Henning Jacobsen bandaði seg ígjøgnum verjuna. Vágamenn sóu sær eingi onnur ráð enn at taka beinini undan gøtumanninum, og Súni Olsen var ósvikaliga tryggur av 11 metra blettinum. 3-0 málið kom eftir eina vælkenda GÍ dygd, sum tíverri hevur verið alt ov sjáldsom hetta kappingarárið. Henning Jarnskor, sum als ikki hevur havt sama leiklut í ár sum undanfarin ár, slapp heilt oman at baklinjuni, og inni undir málinum var Óli Hansen fyrstur á innlegginum. Vágamenn kundu neyvan gera annað enn at hyggja at, tá málið til 4-0 varð skotið. Fríspark var úr høgru, og tá Súni sendi ein perfektan bólt inn um verjuna, kundi Bartal tveita seg fram og kanónstúta bóltin í meskarnar. Ferðin niður Vð tryggu leiðsluni í skjáttuni, er einki at siga til, at ferðin á spælinum dalaði nógv eftir steðgin. Vágamenn royndu at gera sær dælt av, at heimamenninir nú tóku sær av løttum, og fyrsta korterið av seinna hálvleiki mundi vera frægasta løtan hjá gestunum. Tað var eisini her, at teir fingu minkað um munin, tó at málið neyvan kann troysta nakað serligt. Málið kom, tá Birgir Joensen brádliga slapp leysur av GÍ verjuni. Hann dróg eina ferð, áðrenn hann langaði til, og umvegis fótin hjá Leivi, fór bólturin strúkandi í málið. GÍ fekk tó aftur seinasta orðið, tá Henning krýndi eitt got avriki við at senda bóltin í netið við høvdinum, eftir eitt sindur av aftur og fram í brotsteiginum. Vandin lúrir Vágamenn kunnu sostatt í hvussu so er siga farvæl til vónina um at sleppa sær upp um sandoyingar á stigatalvuni, og merkir hetta, at teir í besta føri fáa tveir dystir móti næstbesta liðnum í aðru deild. Munurin niður til Sumba er tó bert eitt stig, og tá Sumba er betri, tá tað ræður um innanhýsis dystir, skulu vágamenn helst hava stig í seinasta dystinum, sum er móti KÍ. Gamaní skal ikki roknast við, at sumbingar gera tað stóra móti HB í seinasta dystinum, men hinvegin hava teir sunnast í Føroyum áður sýnt at treiskni eisini hevur nógv at siga, tá talan fellur inn á fótbólt. Ikki minst tá tað ræður um at yvirliva. heimildarfrásøgn GÍ-FS Vágar 5-1 (4-0) 1-0: Súni Olsen 2 2-0: Súni Olsen 15 (br.) 3-0: Óli Hansen 20 4-0: Bartal Eliasen 43 4-1: Birgir Joensen 61 5-1: Henning Jarnskor 75 Dómari: Jens Petur Brattalíð (VB) GÍ: Hallur Hansen - Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Leivur Hansen - Hans Pauli Petersen, Poul Henning Jacobsen, Jóan Petur Olsen, Henning Jarnskor - Helgi L. Petersen, Súni Olsen, Óli Hansen FS Vágar: Remigius Mikocionis - Heðin Joensen, Zylvanius Zudis, Eyðfinn Fjalsbak - Kim Poulsen, Hannus Olsen, John Johansen, Rimvydas Bakus - Sonni Johansen, Birgir Joensen, Igoris Kirillovas Sumba illa fyri Næstseinasta vónin hjá sumbingum brast eftir einans 24 sekundum, tá teir sunnudagin vitjaðu í Runavík NSÍ-Sumba 6-1 (2-0) Sumba kom til Runavíkar við góðum vónum, men umframt vónirnar, høvdu teir nærum eitt krav um stig hangandi oman yvir sær, longu áðrenn dysturin var byrjaður. Á niðasta sessinum við einum stigi upp til bjargingina, var sjálvandi alneyðugt hjá sumbingum at fáa stig burturúr, men tað var skjótt, at tankarnir fóru at sveima á lægri støði. Við buldur og brak Tað tók nevnliga runavíkingunum einans 24 sekund, so var bólturin í netinum fyri fyrstu ferð. Hetta hendi eftir at Sumba (!) hevði givið bóltin upp. Gert Langgaard vann bóltin i høgru, og tá hann sendi innfyri, kom Dánjal Hansen rennandi og langaði bóltin í netið. Tað kann annars nevnast í hesum sambandi, at tað júst var móti Sumba, at Dánjal av fyrstan tíð varð marknaðarførdur sum áleypari í fremstu deildini. Í tí dystinum gjørdi hann ikki færri enn fýra mál. Næsta málið bíðaði heldur ikki leingi, tí seks minuttir seinni lá bólturin aftur í sumbiarmálinum. Sjúrður Jacobsen sendi ein bólt inn í brotsteiginum, og har kundi Ian Højgaard sera hegnisliga leggja bóltin í meskarnar við høvdinum. Ikki meira enn byrjaðir máttu sumbingar sostatt ásanna, at her var tap í hendi. Fram til klokkan rundaði hálva tíman kundu runavíkingar eisini havt økt væl meira um leiðsluna, men hvørki Christian Høgni Jacobsen ella Eddie Mikkelsen vóru nóg neyvir. Móti endanum av hálvleikinum var eisini um reppið, at sumbingar fingu minkað um munin. Serliga var tað í deyðbóltsstøðum, at teir vóru vandamiklir, og ta einu ferðina small eitt skot upp undir tvørstongina og út aftur í spæl. Sumbingar vildu vera við, at bólturin støkk niður innanvert málstrikuna, men mál varð so ikki dømt. Sama søgan Runavíkingar byrjaðu seinna hálvleik á sama hátt sum fyrra. Jónsvein Petersen var í hálvleikinum settur á vøllin fyri Eddie Mikkelsen, og fyrstu ferð hann nam við bóltin, spurdist mál burturúr. Nakað seinni varð Jónstein aftur upp á spæl, ta Ian Højgaard stakk bóltin inn um til kvika miðvallaran. Eftir at hava misnýtt fleiri góð tilboð, slapp Christian Høgni endiliga á máltalvuna, tá hann slapp púra leysur móti málverjanum. Seinasta málið átti Christian Høgni eisini við húð og hár. Sonni L. Petersen slapp ígjøgnum høgrumegin. Hann sendi bóltin flatt inn til Christian Høgna, sum fintaði eitt skot, og fleiri sumbingar tveittu seg í roydnini at verja fyri. Ístaðin fyri at skjóta, spældi Christian Høgni bóltin snildisliga víðari við hælinum, og ótarnaður kundi Ian Højgaard seta bóltin í netið. Seinastu løtuna tóku runavíkingar sær av løttum, og sumbingar kundu eisini minka um munin, tá Bibi at kalla ótarnaður kundi renna ígjøgnum verjuna, áðrenn hann sendi framvið málverjanum. Vónin um endurtøku Við ósigrinum eru sumbingar í at kalla somu støðu, sum teir vóru í fyri einum ári síðani. Tað ferðina megnaði Sumba í seinastu sekundunum av kappingarárinum at tryggja tilveruna, tá teir á Eiðinum í Vági skoraðu sigursmálið móti VB. Hesu ferð veður tað HB, sum er mótstøðuliðið, og megna sumbingar at gera ein seinasta vørr, er als ikki óhugsandi, at størsti fagnaðurin fyri hetta kemur av Eiðinum, har tey helst eru farin í holt við at gera klárt til gullveitslu. heimildarfrásøgn NSÍ-Sumba 6-1 (2-0) 1-0: Dánial Hansen 1 2-0: Ian Højgaard 7 3-0: Jónstein Petersen 46 4-0: Jónstein Petersen 63 5-0: Christian Høgni Jacobsen 65 6-0: Ian Højgaard 70 6-1: Spasojé Biberdzic 76 Dómari: Suni Johansen (SÍF) NSÍ: Rúni Joensen - Kári Hansen, Arnfinn Langgaard, Djóni N. Joensen, Sjúrður Jaobsen - Gert Langgaard, Brynjálvur Nielsen, Eddie Mikkelsen - Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen Sumba: Fróði Mortensen - Bergur Vinther, Marlon Kjærbo, Nicola Biberdzic - Hallur Dam Joensen, Jan Poulsen, Spasojé Biberdzic, Sasa Tomajék, Mortan úr Hørg - Eirikur Joensen, Nebosje Veljkovic B36 sendi jokaran til Vágs Eftir at hava misnýtt brotsspark, tá ein minuttur var eftir av vanligu leiktíðini, mátti HB taka til takkar við javnleiki, tá B36 í yvirtíðini sparkaði oddasessin til Vágs HB-B36 2-2 (2-0) Tá vanliga leiktíðin í Gundadali var um at fara, var líkt til, at HB framvegis var á gullkós. Dómarin, Lassin Isaksen, hevði tá júst bríkslað fyri brotssparki, og mótmælini frá illu B36-leikarunum nyttaðu lítið, tó dómarin stóð við sítt. Allan Mørkøre tapti tó tvídystin við Trónd Vatnhamar, og illa sperdu HB-viðhaldsfólkini vórðu sostatt sett aftur á pínubeinkin, har tey høvdu verið, síðani Jens Kristian Hansen hevði minka HB leiðsluna niður í eitt mál. Hjálpardómarin gav tekin um, at tríggir minuttir vórðu lagdir afturat tíðini, og tá hesir vóru farnir, var HB framvegis á odda. Bæði í grannauppgerðini og á stigatalvuni. Átta sekund seinni var støðan tó vend á høvdinum. Í seinastu álopsroyndini eydnaðiast B36 at javna, og meðan HB leikararnir stóðu sum negldir, fegnaðust teir svørt/hvítu, sum um tað vóru teir, sum høvdu tikið eitt avgerandi fet móti meistaraheitinum. Einasta, sum HB slapp at gera afturat í dystinum, var at geva bóltin upp, áðrenn dómarin fyri seinastu ferð blásti í floytuna, og harvið markeraði endan á einum sonnum drama, sum alt í alt hevði vart gott og væl hálvan annan tíma. HB sat á øllum At talan skuldi gerast um nakað drama, vóru tó eingi tekin um fyrstu trý korterini av dystinum. HB var snøgt sagt nógv betra liðið í fyrra hálvleiki, og leingi var líkt til, at eldra havnarfelagið skuldi vinna vanliga sigurin á lítlabeiggjanum. Meðan HB frá byrjan av fekk glið á vanliga positiónsfótbóltin, har mótstøðumenninir renna seg troyttar í kvaka samanspælinum, var heilt øðrvísi statt hjá B36. Markeringarnar vóru leysar, og tá teir endiliga fingu fatur á bóltinum, var hann óneyðuga skjótt tveittur burtur, soleiðis at HB aftur kundi søkja á málið hjá Trónda Vatnhamri. Eftir 13 minuttum gav málsókna HB spælið úrslit. Allan Mørkøre rann frá Clementsen í høgru, og hóast Fróði mundi halda bóltin fara út av, so vildi Mørkøre maðurin tað øðrvísi. Av baklinjuni fekk hann sent bóltin inn fyri, har Jón Rói við fullari ferð kom rennandi og fekk sett pannuna á. Málið setti enn meira ferð á HB, og næstu løtuna skolaðu álopini oman eftir B36 hálvuni, men so við og við hæsaði trýstið tó av. B36 kom eisini alsamt betri við, men stórar málmøguleikar fingu teir tó ikki burtur úr hesum. Størsta orsøkin til hetta var, at ístaðin fyri at royna at koma afturum HB verjuna, varð aloftast roynt við diagonalbóltum móti HB verjuni. Hetta var góður kostur hjá høvuðssterku HB verjuni, ið so at siga ongar trupulleikar hevði av hesum. Talan var tó á ongan hátt um nakra B36 yvirvág, og tað var ikki óuppiborið, at HB skeyt seg upp á 2-0, eftir hálvan tíma. Málið var tó eitt av teimum heldur løgnu, tí líkt var til, at Hallur Danielsen meir enn hálvkiksaði, tá hann royndi seg langt innkast og eitt sindur aftur og fram í B36 brotsteiginum. Hvussu var og ikki, so tók skotið í eitt B36 beint, haðani bólturin stiklaði skrúvandi upp um Trónda, sum varð fullkomuliga snýttur av skotinum. B36 hamskift Fyrri hálvleikur var kanska nakað linligur, leikliga sæð. Ikki tí, sum nevnt fekk HB í stórum pørtum av dystinum gott glið á sítt spæl, men tað skulu tvey góð lið til, fyri at skapa ein góðan dyst. Hvat Piotr Krakowski hevði sagt leikarunum í hálvleikinum, er ikki gott at vita, men tað hjálpti í øllum førum. B36 liðið var nevnliga hamskift í mun til fyrra hálvleik. Einasta taktiska broytingin var annars, at Mikkjal Thomassen og Jens Kristian Hansen skiftu pláss, so landsliðsskiparin í størri mun tók lut í framrættaða spælinum. Hinvegin var broytingin í hugburðinum stór, tí frá fyrsta bríkslið var nú líkt til, at B36 ætlaði at venda dystinum. Tá HB samstundis tóktist vera mest áhuga í at varveita leiðsluna, fyri síðani at dúva upp á avgerandi mótálopið, sum hevði givið grannunum deyðskossin. Líkt var leingi til, at dysturin antin fór at venda, ella verða avgjørdur, men hóast møguleikar í báðum endum, so fór bólturin ikki inn um málverjarnar. Nærmast mundi B36 vera, tá Jens Kristian Hansen snittaði hornasparksinnlegg, men bólturin kíndi undirsíðuni av tvørtrænum, áðrenn hann aftur støkk út í spælið. Tá farið var um hálva tíman, var eydnan tó við Jens Kristiani. B36 vann fríspark í høgru, tá Hans á Lag var ov seinur eftir Jákup á Borg. Í brestinum fekk Hans onkran snudd, og meðan hann stóð við síðulinjuna og bíðaði eftir at sleppa inn, varð frísparkið hjá B36 skotið innfyri. Við handaru stong var Liðskiparin hjá B36 hægstur og stýrdi bóltin inn um Bárð Johannesen. Rokmikið korter Seinasta korterið av dystinum gjørdist sostatt enn meira spennandi, og vóru HB'arnir kroystir undan málinum, vóru teir tað ikki minni nú. Álopshugurin hjá B36 gjørdist alsamt størri, men hinvegin gav hetta eisini enn betri rúmd fyri kontraspælinum hjá HB. Fleiri ferð var eisini um reppið, at hetta gjørdist heilt vandamikið, men rættuliga leysir gjørdust teir tó ongantíð. B36 stríðið tóktist tó vera til fánýtis, tá dómarin bríkslaði fyri áðurnevnda brotssparkið, men Tróndur megnaði tó at halda lív í vónini, tá hann meistarliga vardi fyri knallharða skotinum frá Allani Mørkøre. Løtu seinni var Tróndur aftur í fokus, tá hann hálvkiksaði eitt útspark. Florin Miháescu hevði so at siga opið mál, men onkursvegna megnaði Tróndur kortini at verja fyri, so talan bert gjørdist um hornaspark. Seinastu minuttirnar av dystinum, kulmineraði alt. Dómarin legði tríggjar minuttir afturat, og hesir vóru farnir, tá B36 vann innkast í vinstru. Bólturin varð tveittur inn í brotsteigin, Magni legði út frá til Mikkjal, sum sendi bóltin innfyri, og har kom so aftasti maðurin hjá B36, Egil Zachariasesen, sum trijða dystin upp í slag kundi beina bóltin í málið. At kalla frøina á B36 leikarunum fyri stóra, er helst ein hin grovasta undirmetingin í ár. Fagnaðurin á áskoðaraplássunum var alstórur, meðan spælararnir í sínum lagi bóltaðu runt á vøllinum. Av sonnum eitt antiklimaks hjá HB, sum frá 13. fram til 93. minutt hevði allar trumfarnir á hondini í FM-stríðnum, men sum altso í seinastu sekundunum mátti síggja jokaran fara til Vágs. HB-B36 2-2 (2-0) 1-0: Jón Rói Jacobsen 13. 2-0: Sjálvmál 32. 2-1: Jens Kristian Hansen 68. 2-2: Egil Zachariassen 90. Dómari: Lassin Isaksen (KÍ) HB: Bárður Johannesen - Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Ingi Rasmussen - Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen, Vagnur Mohr Mortensen - Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum B36: Tróndur Vatnhamar - Herbert í Lon Jacobsen, Egil Zachariassen, Fróði Clementsen - Jan Guttesen, Klæmint Matras, Mikkjal Thomassen, Jens Kristian Hansen, Karl Leonsson - Jákup á Borg, Magni á Lakjuni VB aftur á odda Nú bert eitt umfar er eftir í bestu mansdeildini, hevur VB aftur tikið seg fram um HB Úrslit sunnudagin VB-B68 4-1 HB-B36 2-2 KÍ-B71 2-1 GÍ-FSV 5-1 NSÍ-Sumba 6-1 Karráharri Tarvurin skal avgera hvør fær hann Ein tarvur stendur upp á spæl í Fuglafirði um vikuskifti, og avlopið hjá tarvinum avger, hvør fær tarvin Fulgafjørður: Leygardagin verður ein 15 mánaðar gamal tarvur sleptur inn á eitt øki niðanfyri Handilsskúlan á Kambsdali, og tarvurin skal síðani gera av, hvør skal eiga hann. Tað er svimjifelagið í Fuglafirði, sum skipar fyri neytalortakapping, tey kalla, og í løtuni fer sølan av lutaseðlum fram. Lutaseðlarnir eru nú ikki eitt pappírspetti, men ein teigur á tí økinum, har tarvurin skal sleppast. Økið verður býtt upp í so nógvar teigar, sum fólk hava hug at keypa, og tann fyrsti lorturin, sum kemur úr tarvinum avgerð, hvør teigur hevur vunnið kappingina. Vinningurin er tarvurin, sum verður flettur sama dag sum kappingin er. Fólk kunnu nú keypa teigar á økinum á Kambsdali, og leygardagin klokkan 15.00 verður tarvurin sendur inn á økið at gera sína uppgávu í spælinum. Raðfylgjan skal vera røtt Býráðið í Havn skal fyrst viðgera mál, sum viðkoma Havnini, áðrenn Kommunusamskipanin tekur tey upp, heldur Heðin Mortensen, býráðslimur Øll mál, sum viðkoma høvuðsstaðnum, skulu viðgerast í býráðnum í Havn, áðrenn Kommunusamskipanin kann taka tey upp. Tað heldur Heðin Mortensen, býráðslimur, sum saman við hinum býráðslimunum í Sambandsflokkinum kravdi eyka býráðsfund í Havn fyri góðari viku síðani. Orsøkin var, at tað var komið fram í eini tíðindasending í Sjónvarpi Føroya, at Kommunusamskipanin hevði tosað um framtíðina hjá SEV. Hetta kundi Sambandsflokkurin ikki góðtaka og kravdi ein eyka býráðsfund um málið. Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, heldur, at býráðslimirnir í Havn lupu fram av, tí einki ítøkiligt var í tíðindunum í SEV. Býraðsformenninir høvdu bara tosa eitt sindur um SEV. Sett upp á pláss Fyri okkum var hetta ein prinsippmál, tí vit ynskja ikki, at Kommunusamskipanin skal gerast eitt omanfyristandandi býráð, sum viðger mál, sum býráðslimir í Havn einki kenna til, sigur Heðin Mortensen. Býráðið í Havn skal fyrst viðgera mál, sum viðkoma Havnini, áðrenn Kommunusamskipanin tekur tey upp. Tað var tað, sum vit vildu staðfesta við hesum málinum. Vit fingu ein eykabýráðsfund, har málið var umrøtt, og síðani eru eingir trupulleikar hjá Kommunusamskipanini at hyggja nærri at SEV. Tað er bara av týdningi, at raðfylgjan er røtt, og at býráðið í Havn veit um mál, sum Kommunusamskipanin ætlar sær at viðgera, og tað vóna vit, at vit hava sett upp á pláss við hesum, sigur Heðin Mortensen. Heita nú á landstýrið um at gjalda fyri ein part av skaðunum Klaksvíkar kommunu heitir nú á landsstýrið um at gjalda ein part av tí upphæddini, sum tað kostar at umvæla umfatandi skaðarnar eftir glopraregnið fyri góðari viku síðani Skaðarnir eftir glopraregnið í Klaksvík fyri 10 døgum síðani eru so umfatandi, at tier hava nú fingið Klaksvíkar kommunu at senda landsstýrinum skriv, har heitt verður á landsstýrið um at gjalda ein part av skæðunum. Brævið, sum varð sent í gjár, er stílað til Anfinn Kallsberg, løgmann. Glopraregnið hevði vanlukkuligar avleiðingar í okkara kommunu, og neyðugt verður við umfatandi inntrivum á samferðslukervið í býnum og á ymsar leiðingar, sum fullkomiliga eru farnar av lagi, sigur Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík. Meira enn fýra milliónir Tekniska umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu hevur mett um skaðan av regninum og skriðulopunum, og hon er komin fram til, at tað í minsta lagi verður talan um 4,6 milliónir krónur. Hetta er ein náttúrvanlukka, sum hevur rakt okkara bý, og tí halda vit, at tað er sjálvsagt, at landskassin er við at gjalda fyri skaðarnar, sigur Jógvan við Keldu. Var talan um eina ella tvær milliónir, so høvdu vit ikki sent hetta skrivið til landsstýrið, men skaðarnir eru so umfatandi, at vit kenna okkum noyddar at gera tað, sigur hann. Meira kann koma undan kavi Tað regnaði sum ongantíð áður í Klaksvík mánadagin fyri 10 døgum síðani. Út á seinnapartin fór vatnflóð at gera um seg nógva staðni í býnum, og síðani komu skriðulopini, sum eisini gjørdu stóran skaða. Nógv hús fingu skaða, vegir og kloakkleiðingar somuleiðis. Seinastu vikuna hevur tekniska umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu roynt at staðfest skaðarnar og meta um, hvat umvælingarnar fara at kosta. Samlaða úrslitið er 4,6 milliónir krónur, men tekniska umsiting vísir á, at talan her um skaðar, sum tað ber til at fáa eyga á, og at tað uttan iva kemur meira undan kavi, tá umvælingararbeiðið rættiliga fer í gongd. Stórir skaðar Millum stóru skaðarnar í býnum er vegurin á Helnabrekku. Har rann so nógv vatn, at gongubreyt og partur av vegnum skolaði burtur og endaði longri niðri í býnum. Allar leiðingar, sum eru omanfyri hendan vegin, liggja nú berar, og skolað er eisini undan betonggarðum og kantsteinum, so her verður eitt stórt umvælingararbeiðið at gera. Tekniska umsiting hevur mett hendan skaðan til hálva aðru millión króur. Aðrastaðni í býnum hava ristir, deksil og asfalt fingið skaða, og eisini har er neyðugt við nógvum umvælingararbeiðið, og Úti í Grøv er stórur skaði hendur á ymiskt fríðkanararbeiði, sum er gjørt har seinnu árini. Hesin skaðin er fyribils mettur til eina slaka millión. Umvæla beinanvegin Klaksvíkar kommuna heitir í skrivinum til landsstýrið á myndugleikarnar at bera ein part av kostnaðinum at fáa Klaksvíkar kommunu uppaftur á tað støðið, sum hon var undan regninum. Tað er sera umráðandi, at skaðarnir verða gjørdir aftur beinanvegin og ikki sleppa at liggja. Tað fer bara at koma aftur um brekku og kosta okkum seinni, sigur Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík. Sama dag, sum skaðarnir hendu, var nógv arbeiði gjørt fyri at rudda vegir og forða fyri skæðum, og síðani hava fólk hjá kommununi eisini arbeitt við teimum mest átrokandi skæðunum. Hesa vikuna heldur arbeiðið fram at rudda allar vegirnar, og at spula teir reinar aftur. Men neyðugt er við stórum umvælingararbeiðið næstu mánaðirnar, og stendur tað til Klaksvíkar kommunu, verður hetta arbeiðið lutvíst goldið av landskassanum. Veðrið Eitt lágtrýst, 983 hPa. sunnan fyri Hvarvið fer eystureftir og dýpist. Eitt djúpt lágtrýst, undir 976 hPa. í útsynning úr Íslandi fer spakuliga í landsynning og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum hósdagin. Veðrið í dag: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og regn, Út á seinnapartin lækkar hann niður í sunnan, minkar vindin og yvirhøvur turt. Hitin millum 12 og 15 stig. Veðrið hósdagin: Strúkur í vindi ella hvassur vindur av landsynningi og regn. Seinnapartin stívt andøvsgul av útsynningi og ælingur. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið fríggjadagin: Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og ælingur, men sunnudagin upp í ein strúk og regn. Hitin millum 8 og 12 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 983 hPa. sunnan fyri Hvarvið fer eystureftir og dýpist. Í dag: Eitt djúpt lágtrýst, undir 976 hPa. í útsynning úr Íslandi fer spakuliga í landsynning og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum hósdagin. Óttin fyri framtíðini Hvat hendir, um danir siga ja? Og hvat hendir um danir siga nei? Hesir spurningarnir hava fylt einamest í valstríðnum um evruna. Óttin fyri framtíðini hevur spælt ein týdningarmiklan leiklut. Báðir partar hava í valstríðnum spælt nógv upp á óttan. Óttan fyri hvat hendir, tá ið meirilutin sigur annaðhvørt "ja" ella "nei". Nei-síðan ber ótta fyri, at Danmark dettur burturímillum í evropeiska samstarvinum, og ja-síðan ber fyri so vítt ótta fyri júst tí sama. At Danmark verður eitt isolerað land og skúgvað til viks, tí landið ikki av heilum huga vil luttaka á jøvnum føti við hini ES-londini. Eisini tær búskaparligu avleiðingarnar hava fylt nógv í valstríðnum. Høvuðsjónarmiðið hjá nei-síðuni er, at tað ikki er neyðugt hjá Danmark at fara uppí evru-samstarvið saman við hinum 11-limalondunum. Búskapurin í Danmark hevur tað so gott sum ongantíð áður, arbeiðsloysið er lítið og einki, og framgongd er á at kalla øllum økjum. Hesin framburður er skaptur við donsku krónuni, og tí er ikki neyðugt at fara upp í Búskapar- og gjaldoyrasamgonguna. Nei-síðan vísir eisini á Bretland og Svøríki, sum somuleiðis standa uttan fyri samstarvið. Har gongur tað eisini so væl sum sjáldan áður, og tey bæði londini hava ikki sett nakra tíðarætlan fyri, nær ella um tey ætlað sær upp í evrusamstarvið. Og sum eitt annað av høvuðssjónarmiðunum vísir nei-síðan á, at evran er fallin í virði við risalopum í mun til dollaran, líka síðani hon kom í verðina 1. januar 1999. Hesi sjónarmiðini eru grógvin so fast í sinnini á donskum veljarum, at nei-síðan hevur havt viðrák og meirilutan við sær í meiningakanningunum uttan íhald í fleiri mánaðir. Tann sannroynd, at ein stórur meiriluti av limunum í Fólkatinginum mælir dønum til at atkvøða ja, hevur ikki enn megnað at broytt henda veruleika. ES-skeptiska danska veljarafjøldin lurtar ikki eftir politikkarunum, tá ið um ES ræður. Tá atkvøður veljarin við hjartanum, og eru fyrimunirnir við einari broyting ikki nóg eyðsýniligir ja, so er ikki neyðugt við broytingum, tykist veljarin at hugsa. Teir fimm flokkarnir, Javnaðarflokkurin, Vinstra, Konservativi Fólkaflokkurin, Radikala Vinstra og CD stúra hinvegin fyri gongdini, um danir veruliga siga nei. Sjáldan - um nakrantíð, hava teir staðið so væl saman sum í hesum valstríðnum. Og boðskapurin er greiður: Danmark verður b-limur í ES, um veljararnir siga nei. Rentan fer at hækka, um krónan framvegis skal standa einamøll, arbeiðsloysið økist, minni verður til privata nýtslu, og trupult verður at lokka fyritøkur til Danmarkar ella at verða verandi í Danmark. Og ikki er óhugsandi, at neyðugt verður við búskaparligum inntrivum, um danir siga nei, hevur danska stjórnin hótt við. Men danir hava tað gott, sum er, og tað er helst orsøkin til, at hóttanirnar hjá ja-síðuni ikki rína við í so stóran mun, sum ja-síðan kundi hugsað sær. Men lærdir av undanfarnum valstríðum vita bæði ja- og nei-síðan, at sluttspurturin er avgerandi fyri, hvør vinnur valið. Tí verða allar góðar kreftir settar í verk í dag og í morgin. Eitt er so greitt, og tað er, at hóast føroyingar helst taka við evruni, um danir gera tað, so verða tað ikki føroyingar, sum koma at avgera valið heaferð eins og á seinasta Fólkatingsvali. Spenningurin um evruna økist Spenningurin um, hvørt danir siga "ja" ella "nei" til evruna hósdagin økist fyri hvønn dag, ið gongur. Ja-síðan tekur seg inn á nei-síðuna, og tey sum ivast koma at avgera, um danir og møguliga føroyingar við skulu hava nýtt gjaldoyra. Meiningakanningarnar seinastu dagarnar hava givið ja-síðuni alsamt størri undirtøku, meðan nei-síðan hevur mist nakað av stóra muninum, sum hon hevur havt seinastu tíðina. Stovnarnir, sum gera meiningakanningar fyri donsku fjølmiðlarnar, lodda dýpið fleiri ferðir um dagin. Meiningakanningar hjá Gallup og Megafon vístu í gjár, at munurin millum ja- og nei-síðuna er ávikavist fýra og fimm prosent. Í Gallup-kanningini siga 46 prosent av teimum spurdu seg fara at atkvøða nei, meðan 42 prosent fara at atkvøða fyri evruni. 12 prosent av veljarunum ivast framvegis. Í Megafon-kanningini siga somuleiðis 42 prosent ja, meðan 47 prosent fara at siga nei. 11 prosent ivast framvegis. Men ikki nóg mikið við tí. Stovnarnir kanna eisini, hvussu rákið er millum teirra, sum ivast. Og har kann ja-síðan fegnast um, at størsti parturin hellur seg mest til eitt ja. Sostatt verða tað helst tey, sum ivast, sum koma at verða tungan á vágskálini, tá ið atkvøðurnar verða taldar hóskvøldið. Ja-síðan við danska forsætisráðharranum á odda er ikki fallin í fátt enn, og nei-síðan kann heldur ikki kenna seg trygga enn. Í gjárkvøldið var seinasti stóri valfundurin hjá Danmarks Radio, har allir floksformenninir luttóku, og dagin í dag fara flokkarnir at brúka uppá seinasta hálið. Slagið er ikki tapt hjá nøkrum av pørtunum, fyrr enn valhølini lata aftur klokkan 20 hóskvøldið. Katrin kærir til løgmann Katrin Dahl Jakobsen fer at senda løgmanni bæv í sambandi við ófantaliga aftursvarið, hon fekk frá Torbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, seinasta fríggjadag Ein av komandi døgunum fær løgmaður bræv frá Katrin Dahl Jakobsen, tingkvinnu. Í hesum brævi fer Katrin Dahl Jakobsen at heita á løgmann um at bera so í bandi, at tað ikki fer at endurtaka seg, at hon ella aðrir tinglimir fáa eins ófantaligt aftursvar frá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, sum hon fekk seinasta fríggjadag. Fyrispurningurin snúi seg um bústaðartørvin hjá lesandi. Men partur av svarinum frá landsstýrismanninum var persónligt álop á tingkvinnuna og á flokk hennara. Vendi sær til formansskapin Fyri at sleppa undan, at slíkt svar kom frá tingsins røðarapalli, heitti Katrin Dahl Jakobsen á formansskapin um at syrgja fyri, at fyrispurningurin ikki varð svaraður. Hon hevði nevniliga, eins og vanligt, sæð svarið frammanundan. Men formansskapurin segði seg ikki kunna steðga einum svari, sum var samtykt at skula svarast. Í staðin fekk Katrin Dahl Jakobsen at vita, at hon kundi leggja sak mót landsstýrismanninum, metti hon grundarlag vera fyri hesum, Hetta ætlar tingkvinnan sær ikki at gera. Men hon ætlar kortini ikki at góðtaka, at landsstýrismenn koma við slíkum svarum frá tingsins røðarapalli. Tí fer Katrin Dahl Jakobsen at senda løgmanni eina áheitan um, at bera so í bandi, at hetta ikki hendir aftur. Aðrir tinglimir við Katrin Dahl Jacobsen hevur enn ikki gjørt av, um hon fer at senda eitt persónligt bræv frá sær til løgmann, ella um hon fer at heita á aðrar tinglimir um at skriva undir brævið saman við henni. Eg veit, at flest allir tinglimir hildu svarið vera óhóskandi, tí havi eg hugsað um, hvørt eg skal fáa teir at skriva undir brævið saman við mær. Men eg havi ikki tikið støðu til hetta enn, sigur Katrin Dahl Jakobsen. Tingkvinnan leggur tó dent á, at talan verður ikki um eina kæru til løgmann, men heldur um eina áheitan. Miðflokkurin stillar uppaftur Listin hjá Miðflokkinum til býráðsvalið í Havn er um at vera klárur Miðflokkurin stillar upp aftur til býráðsvalið í Havn. Hetta var greitt eftir ein fund, sum flokkurin helt mánakvøldið. Á hesum fundinum vóru sekt fólk, ið beinan vegin boðaðu frá, at tey vóru áhugað at gerast valevni. Flokkurin fer næstu dagarnar at finna nøkur valevni afturat at fylla listan. Talan verður kortini ikki um fleiri uppstillingarfundir. Tá listin er fullur, verður hann latin inn og almannakunngjørdur. Norðurlendsku umboðsmenninir vitja í Føroyum Umboðsmenninir frá parlamentunum í Danmark, Noreg og Íslandi eru komnir til Føroya at halda fund Í gjár komu umboðsmenninir fyri tingini í Danmark, Noreg og Íslandi til Føroya. Teir hittast vanliga einaferð um árið at halda fund saman, og hesaferð verður fundurin í Føroyum. Fundurin millum norðurlendsku umboðsmenninir verður í Havn í dag. Hósdagin skulu teir tríggir umboðsmenninir hitta løgtingið. Seinasta fríggjadag hevði løgtingið fund um, hvussu farast skal fram, tá føroyski umboðsmaður tingsins verður settur. Jenis av Rana, sum er formaður í nevndini, ið er sett at viðgera eina føroyska umboðsmannaskipan, sigur seg hava fingið áheitan frá einum persóni, ið bæði er áhugaður og egnaður at gerast løgtingsins umboðsmaður. Men enn er ikki greitt, hvussu farst skal fram, tá løgtingsins umboðsmaður verður settur. Mannagongdin í ørðum londum er, at tingið finnur fram til tann best egnaða. Talan er ikki um eitt starv, ið verður lýst leyst. Nøkulunda á sama hátt hugsar Jenis av Rana sær, at tað verður í Føroyum. Dalbingar vilja hava tunnil Vegurin til Dals er vandafullur, og einasta trygga loysnin er at gera tunnil til bygdina, siga dalbingar Dalur: Skal tað vera trygt at ferðast til og úr Dali, er einasta loysnin, at ein tunnil verður gjørdur. So einfalt verður samferðsluspurningurin settur upp í Dali. Tað liggur ein steinur á vegnum, tá blaðmaðurin er á veg aftur til Húsavíkar eftir at hava vitjað í Dali hendan dagin. Steinurin er nýkomin oman úr berginum. Hann lá ikki har, tá farið varð suður til Dals. Ikki er hann so øgiliga stórur, steinurin, men so mikið kortini, at kom hann á - ella inn í - bilin, kundi hann elvt til eina vanlukku. Og soeliðis eru umstøðurnar hvønn einasta dag hjá teimum, sum búgva í Dali. Vegurin millum Dal og Húsavík liggur gjørnum bergið, og har er vandamikið at koyra bæði á sumri og vetri. Á vetri orsakað av hálku og vandanum fyri skalvalopi eins og øðrum omanlopi. Og um summarið ríður dagliga grót oman yvir vegin. Bæði størri og smærri steinar. Groth Nolsøe, timburmaður í Dali, sigur, at tað er at kalla ikki dagur, at ikki okkurt kemur á vegin. Og hóast tað enn tíbetur ikki hevur ført nakra beinleiðis vanlukku, kann hon henda hvønn dag, tað skal verða. Tað skal so óalmindilga lítið til, fyrr enn tað endar galið. Ein lítil steinur inn gjøgnum ein rút, sum rakar ein bilførara, og so er vanlukkan hend. Tað er hent, at steinar eru komnir á bilar og hava oyðilagt bæði rútar og tak. Og um veturin er tað kavi, sum legst í berginum. Tá kunnu skalvar standa og hótta, og viðhvørt loypa teir og steingja vegin. Men tað er ikki bara úr erva, at ferðamaðurin eftir Dalsvegnum verður hóttur. Minst líka vandamikið er tað. At tað loypur undan vegnum í neðra. Vegurin liggur, sum øll vita, gjøgnum bergið, og undirlendið er einki soleiðis at reypa av. Stutt er út á eggina nógvastaðni og beint í havið. Tá so lop eru niðan fyri vegin, kann gerast rættiliga hættisligt at koyra. Tað eru ikki tey nógvu arbeiðsplássini í Dali, so fólk noyðast at koyra til arbeiðis ymsastaðni í Sandoynni. Og tey seta seg dagliga í ávísan vanda, tá tey ferðast eftir hesum vegnum. Groth Nolsøe, sum dagliga koyrir eftir Dalsvegnum, sigur, at tað eru nú nógv ár síðan, dalbingar savnaðu undirskriftir, sum vórðu latnar einum tingmanni í oynni, við áheitan á landsmyndugleikarnar um at arbeiða fyri tunnli til Dals. Men ivaleyst er brævið blivið burtur, tí einki hoyrdist aftur, Hvørki orð ella eiður. Alt hetta tilsamans er nóg ringt, siga dalbingar, sum staðiliga heita á landsmyndugleikarnar, bæði tingmenninar í oynni, samgongu, andstøðu, umframt landsstýrismannin í samfarðslumálum um at virka fyri, at tunnil til Dals kemur frammalaga í eini komandi samferðsluætlan. Fíggingarstovnarnir noktaðu at stuðla Tá Bødvar Poulsen søkti fígging til snikkaraverkstað í Dali, vildu fíggingarstovnarnir ikki veita lán. Hann bygdi so við vælvild frá teimum, sum hann keypti tilfarið frá Dalur: Tað hóvar eftir øllum at døma ikki fíggingarstovnunum, at framleiðsluvirki flyta úr miðstaðarøkinum til útjaðaraøki. Hvørki banki ella Útnorðurgrunnurin vildu fíggja snikkaravirkið hjá Bødvari Poulsen í Dali. Bødvar Poulsen hevði snikkaravirki í Havnardali, men gjørdi av at flyta til Dals, har hann bygdi nýtt virki, sum stóð liðugt í mars í ár. Virkið var bíligt. Ymiskar maskinur og innbúgv hevði hann við sær úr virkinum í Havn, meðan neyðugt sjálvandi var við ávísum nýíløgum. Bødvar Poulsen sigur, at hann søkti bankafígging, men fekk noktandi svar. Tað var so tað, tað var. Síðan søkti hann Útnorðurgrunnin, sum hann helt var til fyri at stuðla útjaðarafyritøkum. Men eisini haðani kom sera skuffandi svar: >>Tíverri ber tað okkum ikki til at ganga lánsumsóknini á møti.<< Eingin grundgeving fylgdi við. Tað var sera hugstoytt, sigur Bødvar Poulsen. Hann hevði annars ta fatan, at júst hesin grunnurin var stovnaður av politikarunum í útnorði til at stuðla fyritøkum í útjaðaranum. Seinni fekk hann í telefonini at vita frá skrivara grunnsins, at grundin var tann, at virki hansara lá so langt burtur. Men hvørjum tað lá burtur frá, segði søgan einki um. Hinvegin sigur Bødvar Poulsen, at í dag er hann kortini bara fegin um, at hann onga fígging fekk, hóast tað tá virkaði hugstoytt. Teir, hann keypti tilfar frá, vóru sera lagaligir, og í dag er hann longu komin so væl uppundan, at hann kann gjalda seinastu skuldina til jólar. Tað ljóðar mestsum ótrúligt, men alt í alt stóð virkið í umleið 400.000,- krónum, tá hann byrjaði at arbeiða. Og arbeiði hevur hann havt ivaleyst av. So nógv, at hann nú noyðist at siga arbeiði frá sær. Bødvar Poulsen ger trappur á snikkaravirkinum í Dali. Hann sigur, at higartil í ár hevur hann latið 38 trappur, og fleiri eru eftir at gera. Eisini skal hann gera onkran køk, sigur hann. Trappurnar verða gjørdar lidnar í Dali, og so fer Bødvar sjálvur út at seta tær upp. Hann flytir sjálvur tær flestu í egnum bili. Men tað kemur fyri, at tær eru so mikið stórar, at hann noyðist at nýta Strandferðsluna. Hóast hann er fluttur til Dals, er tað als eingin trupulleiki fyri virksemið, sigur hann. Sambandið um Skopunarfjørð er gott, letur hann at. Er ikki veður ein dag, fer hann bara dagin eftir. Tað er ikki veri enn so, tá ein arbeiðir einsamallur og kann ráða sær sjálvuum. Og júst tað frælsið, at kunna gera sum hann vil, er eitt tað besta aktivið í virkinum í Dali, sigur Bødvar Poulsen. Ikki einans hevur hann bygt upp eitt virki, sum sær út til at ganga væl. Hann fær eisini tíð at vera til sjálvur, og tað ber av øllum, sigur hann. Umráðandi við nýggjum valevnum Fólk skulu hava møguleikan at velja nýggj fólk í býráðið, og tí stilli eg upp, sigur Rani Nolsøe, sum tekur stigið inn í politiska heimin Hann er helst best kendur sum gittarspælari, sangari og komponistur í tónleikabólkinum Frændur, men næstu vikurnar verður tað neyvan gittarin, sum hann fer at hava fremst í huganum. Rani Nolsøe tekur nú stigið inn í politiska heimin, har hann skal royna at gera vart við seg og sín flokk til býráðsvalið í Klaksvík. - Tað er umráðandi, at fólk hava møguleikan at velja nýggj fólk í býráðið, og tí stilli eg upp, sigur Rani Nolsøe. Eg vóni, at fleiri nýggj fólk stilla upp til býráðsvalið, tí neyðugt er við nýggjum og frískum hugskotum í býnum. Tað er umráðandi alla tíðina at hava eina nátúrliga útskifting. Rani Nolsøe verður eitt av valevnunum hjá Tjóðveldisflokkinum til býráðsvalið í Klaksvík. Flokkurin hevur í løtuni tveir limir í býráðnum, og teir skal flokkurin royna at endurvinna og kanska leggja afturat. Orða greiðan politikk Í tónleikabólkinum Frændur, har Rani hevur verið limur síðani bólkurin byrjaði, hevur politikkurin ikki verið goymdur av vegnum. Vit hava altíð gjørt og spælt tónleik við eini meining. Vit hava nøkur sjónarmið, og vit hava ført tey fram. Politiska medvitið hevur alla tíðina verið har, sigur Rani Nolsøe. Og nú Rani skal seta orð á tann meira ítøkiliga politikkin, hann er til reiðar at føra, leggur hann dent á, at Klaksvík má orða ein greiðan politikk á teimum stóru økjunum. Vit skulu seta okkum greið og ábyrgdarful mál, sum skulu røkkast áðrenn næsta val. Tað mest týðandi er at Klaksvíkin satsar upp á sínar sterkur síður - fiskivinnuna og alingina, sigur hann. Rani Nolsøe heldur, at fiskivinnan skal kunna lokka útbúgvið fólk, og at tað eisini skulu verða útbúgvingarmøguleikar innan fiskivinnuna. Men vit fáa einki sterkt samfelag, um ikki vit eisini dubba okkum á sosiala og mentunarliga økinum. Til dømis hava KÍ kvinnurnar júst vunnið greipuna. Eitt slíkt útslit gevur ítróttarfólkinum og okkum øðrum eina trúgv uppá, at tað loysir seg at virka her í býnum og at Klaksvíkin er rættað staðið at byrja í. Men vit megna ikki at skapa slík avrik í longdini, um tað sosiala lívið ikki eisini spælir við, til dømis við góðum og tryggum korum til okkara børn innan barnaansing og skúla. Tað vinnuliga, sosiala og mentunarliga hanga meiri saman, enn vit kanska til dagligt hugsa um. Fyrireika seg til tunnil Almennu myndugleikarnir ætla, at farast skal í gongd við ein undirsjóvartunnil til Klaksvíkar, tá Vágatunnilin er liðugur, og tað heldur Rani, at Klaksvík skal fyrireika seg til. Vit skulu hava ein undirsjóvartunnil, eingin ivi um tað, og tað er neyðugt hjá mentanarlívinum og handilslívinum at fyrireika seg til undirsjóvartunnilin, tí tað er á teimum økinum, vit koma at merkja fyrstu kappingina frá meginøkinum, sigur hann. Og við eini greiðari hugsan um, at barnarøkt og eldrarøkt skal verða góð og virðilig, fer Rani Nolsøe nú undir valstríðið áðrenn býráðsvalið hálvan november. Kanna fleiri møguleikar á Tvøroyri Ætlanin er, at eftirútbúgvingin av heimahjálpum skal vera kring landið, men øll sjúkrarøktarútbúgvingin verður á Tvøroyri, sigur Torbjørn Jacobsen Enn er ikki gjørt av, hvar á Tvøroyri tann nýggi almanna- og heilsuskúlin á Tvøroyri skal vera. Men fleiri møguleikar verða kannaðir og Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur nøkur høli í kikaranum. Eftir, hvat skilst, er tað tó mest sannlíkt, at skúlin fær høli í kommunuskúlanum úti á Tvøroyri, í somu hølum, har HF helt til í síni tíð, men endalig avgerð er kortini ikki tikin enn. Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í skúlamálum, sigur, at tað er ivasamt, hvussu heppið tað er at leggja hendan skúlan undir sama tak sum kommunuskúlin er. Men kortini verður hildið, at hølini, sum eru uppá tal, liggja so avsíðis, at tað skuldi ikki verði nakar trupulleiki. Men tað verður í Øllum førum bara ein fyribils loysn ímeðan leitað verður eftir eini endaligari loysn. Landsstýrismaðurin sigur, at tað verður løgd stór orka í at fáa skúlan á føtur. Nú verður arbeitt eftir eini ætlan um, at eftirútbúgvingin av heimahjálpum skal byrja 1. januar og at sjálvur røktarskúlin skal byrja 1. august næsta ár. Hann sigur, at ætlanin er, at undirvísingin í eftirútbúgvingini skal vera kring landið, so at heimahjálpirnar sleppa frá at flyta. Men undirvísingin skal kortini stýrast av Tvøroyri. Hinvegin skal øll undirvísing í sjúkrarøktarskúlanum fara fram á Tvøroyri. Torbjørn Jacobsen sigur, at tað eru fyri mestan partin tilkomnar konur, sum eru á eftirúbúgvingini og tað verður trupult at fáa tær at flyta heimaní frá ta tíðina, útbúgvingin varar. Annars leggur hann afturat, at eftir at øll skjøl í sambandi við skúlan eru gjøgnumgingin, kann endaliga staðfestast, at tað er ongin, skrivlig, politisk avgerð tikin um at skúlin skuldi vera í Havn. Sostatt er skúlin ikki fluttur úr Havn. Skúlin er stovnsettur á Tvøroyri, sigur Torbjørn Jacobsen. Í løtuni verður søkt av nýggjum eftir leiðara til skúlan. Søkt er eftir leiðara fyrr, men flestu av teimum, sum søktu, hava søkt við teirri fortreyt, at skúlin verður í Havn. Fyri at beina allan iva burtur, verður tískil søkt av nýggjum. Tað ger, at onkur av teimum, sum søktu fyrru ferð, fer kanska ikki at søkja aftur, tí tey hava ikki hug til at flyta til Suðuroyar. Hinvegin kann tað eisini henda, at onkur, sum kundi hugsað sær at søkt, læt vera, tí at hann skuldi vera í Havn. Sambandslistin í Klaksvík klárur Einasti býráðslimurin hjá Sambandsflokkinum stillar uppaftur Klaksvík: Betta Joensen er eitt av teimum 10 nøvnunum, sum Sambandsflokkurin hevur á sínum lista til býráðsvalið í Klaksvík. Hon varð vald í býráðið seinasta val og stillar uppaftur hesaferð. Hini fólkini á Sambandslistanum eru Eyðfinn Hansen, Hans Jacobsen, Julius Johannesen, Dánjal Klakk, Elmar Krosstein, Absalon Matras, Fanny Olsen, Poul Martin Rasmussen og Olga Østerø. Vit stjala ikki fólk frá Føroya Arbeiðarafelag Ongin verður tvingaður upp í Starvsmannafelagið. Tað, sum hevur størstan týdning, er, at øll fáa rímilig kor og skipað viðurskifti, sigur Gunnleivur Dalsgarð Ongin verður tvingaður at blíva limur í Starvsmannafelagnum. Tey, sum eru komin uppí, eru komin av fríum vilja. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum tekur sær ikki nær av ábreiðslunum, sum formaðuriní einum øðrum stórum fakfelag, Ingeborg Vinther í Føroya Arbeiðarafelag, setir fram ímóti Starvsmannafelagnum í Sosialinum í gjár. Ingeborg Vinther skuldsetir Starvsmannafelagið fyri at troka seg inn á fakfelagsøkið hjá Føroya Arbeiðarafelag við at royna at fáa dagrøktarmammur upp í Starvsmannafelagið, hóast tær frammanundan eru limir í Føroya Arbeiðarafelag. Eg havi aldrin vitað so óloyala framferð allar mínar dagar sum fakfelagsfólk, segði Ingeborg Vinther. Tað er blivið so vátt í fakfelagsreiðrinum av hesi or-søk, at Føroya Arbeiðarafelag fer nú at gera støðuna upp, og ein avleiðing av tí kann vera, at arbeiðarafelagið tekur seg burturúr samstarvinum, sum sjey av teimum stóru fakfeløgunum hava í Sjeymannabólkinum. Tvinga ongan upp í Men hesar atfinningar tekur formaðurin í Starvsmannafelagnum ikki at sær. Vit stjala ongar limir tí tey, sum eru komin uppí Starvsmannafelagið, eru komin av fríum vilja, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hann sigur, at fakfelagsliga hava dagrøktarmammurnar verið forsømdar so tað munar. Og tað er harmiligt, at ein so stórur og týðandi bólkur hevur verið uttan lóg og rætt øll hesi árini. Heldur Ingeborg Vinther, at dagrøktarmammurnar hoyra undir í Føroya Arbeiðarafelag, hevur hon havt ríkiligt av tíð til at fáa viðurskiftini hjá teimum í rættlag. Hann sigur, at tað er Kommunala Starvsmannafelganum í Havn fyri at takka, at hol er sett á, at fáa viðurskiftini hjá dagrøktarmammunum í rættlag. Síðani er Kommunala Starvsmannafelagið komið upp í Starvsmannafelagið og harvið hava vit eisini yvirtikið sáttmálaøkini, sum tað hevði frammanundan Gunnleivur Dalsgarð sigur, at Starvsmannafelagið hevur eisini sáttmála við aðrar kommunur. M.a. hava vit sáttmála við Sørvágs og Skála Kommunu. Og tær hava biðið okkum gera ein sáttmála fyri dagrøktarmammurnar í báðum kommununum við støði í sáttmálanum í Havn. Gunnleivur Dalsgarð sigur, at tað hevur Starvsmannafelagið so gjørt. Síðani hava dagrøktarmannurnar fingið í boði at taka av hesum sáttmála, og tað hava tær gjørt av egnum, fríum vilja. Tað hevur ongan týdning, hvar tey hava verið frammanundan og tað havi eg heldur ikki ánilsi av. Tað, sum hevur týdning er, at vit hava gjørt eitt sáttmálauppskot, sum tær sleppa at taka støðu til av egnum vilja. Vit hava ikki stolið limir frá Føroya Arbeiðarafelag, tí tað var ongin sáttmáli á økinum frammanundan og tað er tað, sum ger allan munin. Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at tað, sum hevur størstan týdning, er at dagrøktarmammurnar fáa skipað viðurskifti. Og fáa vit sáttmálaviðurskiftini hjá dagrøktarmammunum greið, er tað ein sigur hjá fakfelagsrørsluni. Hann sigur, at kanska er tað munur á hugburðinum í báðum fakfeløguum. Fyri okkum hevur tað týdning at fáa skipað viðurskifti. Vit hava havt eitt grundarlag at gera tað á, og tí hava vit gjørt tað og givið teimum eitt tilboð. Í Føroya Arbeiðarafelag er tað kanska limaskapurin, sum hevur størstan týdningin. - Men at Føroya Arbeiðarafelag tvíheldur um, at tað "eigur" dagrøktarmammurnar, uttan at gera nakað fyri tær, er heldur ikki rætt. Gunnleivur Dalsgarð sigur, at teir hava ikki gjørt sáttmála fyri dagrøktarmammur aðrastaðni. Men tað eru aðrar kommunur, sum eru áhugaðar og tær fara vit sjálvsagt eisini at kunna um viðurskifti, sigur Gunnleivur Dalsgarð. At Ingeborg Vinther kallar okkum óloyal og skuldsetir okkum fyri at stinga Føroya Arbeiðarafelag í bakið, er ein pláta, sum eg havi hoyrt ofta. Men bæði Ingeborg Vinther og øll onnur vita, hvussu loyalt at Starvsmannafelagið er, og haldi sanniliga eisini, at vit hava sett okkara spor eftir okkum. Gunnleivur Dalsgarð væntar ikki, at hetta fer at fáa avleiðingar fyri sam-starvið í Sjeymannabólkinum. Hjá okkum verður ongin trupulleiki at samstarva. Og tá ið fakfelag skulu samstarva á so ólíka grundarlagið, sum vit gera í Sjeymannabólkinum er ein hin fremsta fortreytin, at vit kunnu semjast um, at vit kunnu vera ósamd um ymisk viðurskifti, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Fleiri neistafólk til Íslands Komandi mánadag fer Inga F. Danberg til royndarvenjingar hjá ÍBV, har fyrrerandi liðfelagin, Gunnleyg Berg eisini er í leikarahópinum Í farnu viku skrivaðu vit, at komandi kappingarárið verður Gunnleyg Berg ikki at síggja á besta kvinnuliðnum hjá Neistanum. Eftir at hon saman við Anniku Ljósstein úr Stjørnuni hevði royndarvant við ÍBV av Vestmannaoyggjunum, gjørdi hon í farnu viku sáttmála við felagið. Bakspælara Í tí sambandi varð nevnt, at felagið framvegis leitaði eftir einum vinstra bakki, tí hugurin hjá Anniku ikki var nóg stórur. Enn eina ferð hevur felagið vent eyguni móti Føroyum, og nú er tað Inga F. Danberg, sum hevur fingið tilboð um at koma til Íslands at royna seg. Inga váttar fyri Sosialinum, at hon komandi mánadag fer til Íslands, men í fyrsta umfari vil hon ikki leggja ov stórt trýst á seg sjálva í so máta. Eg taki hetta fyrst og fremst sum eina stóra uppliving, so eg verið ikki vónbrotin, um eingin sáttmáli spyrst burturúr. Hinvegin eri eg eisini til reiðar at taka av, um tað skuldi gingist nóg væl undir venjingunum, tí skal eg sleppa at royna hetta, so má tað vera nú, heldur Inga. Í fyrsta umfari verður talan um, at Inga skal venja við íslendska liðnum í eina viku. Gongst hetta nóg væl, verður talan helst um eitt tilboð, sum spælarin so kann taka av ella vraka. Kemur tað somikið langt, verður talan væntandi um eitt tilboð, álíkt tí hjá fyrrverandi (og kanska komandi) liðfelaganum, Gunnleyg. Tað vil við øðrum orðum siga, at umframt at spæla hondbólt, skulu spælararnir eisini arbeiða hálva tíð. Súni Olsen til Hollands Beint sum fótbóltslandskappingin er lokin, fer 19 ára gamli gøtumaðurin til Hollands Tað var meðan føroyska landsliðið fyrst í hesum mánaðinum royndi seg á Svangaskarði, at Súni Olsen var á royndarvenjing hjá hollendska FC Zwolle, sum spælir í næstbestu hollendsku deildini. Sum skiltist á Súna ta ferðina, so hevði tað gingist honum rættuliga væl, og sjálvur roknaði hann tá við, at onkur sáttmáli kundi spyrjast burturúr. Dreymurin veruleiki Hetta tykist nú at vera veruleiki, og við hesum er ein partur av dreyminum hjá unga gøtumanninum gingin út. Tá vit fingu orðið á hann mánakvøldið, var tað sjálvandi ein fegin unglingi, sum vit prátaðu við, men hinvegin var eisini merkisvert, hvussu róligur hann var um alt hetta. Sjálvur heldur hann, at tað síðani venjingarleguna hjá GÍ hevur verið roknað við, at okkurt fór at henda. Geir Lange, sum í fleiri ár hevur rætt GÍ eina hjálpandi hond í fyrireikingunum av venjingarlegu teirra, hevur seinastu 18 árini starvast sum sonevndur talentspeidari. Geir segði tá frá, at hann so avgjørt helt møguleikar vera í fótbóltsevnunum hjá Súna, og síðani hava Geir og mammubeiggi Súna, Pauli Jarnskor, arbeitt við málinum. Eitt arbeiði, sum í fyrsta umfari var liðugt mánakvøldið, tá GÍ og hollendska felagið samdust um treytirnar fyri spælaraskiftið.. Finna seg til rættis Fyrstu tíðina í felagnum fer Súni ivaleyst at nýta til at finna seg til rættis í nýggja umhvørvinum. Tá eg var og royndarvandi, búi eg hjá einum húski har niðri, og har skal eg so búgva fyrstu tíðina. Í desember mánaði fái eg so væntandi egna íbúð, sigur ungi gøtumaðurin. Sostatt er líkt til, at døgurðin stendur á borðinum fyrstu tíðina í øllum førum, men eru tey heima heilt trygg við at lata sonin fara uttanlands at royna seg. Ja, eg haldi meg kunna siga, at øll heima hjá okkum eru sera spent um hetta. Ikki minst pápi mín, sum alla tíðina hevur eggjað mær til, so frá teirra síðu er als eingin trupulleiki,sigur Súni at enda. Vónandi verður tað heldur ikki nakar trupulleiki hjá Súna at finna seg til rættis í nýggja fótbóltsumhvørvinum. Gongst nóg skjótt við hesum, er einki at ivast í, at vit innan stutta tíð hava enn eitt nýtt andlit á fótbóltslandsliði okkara. Eitt andlit, sum mong halda longu skuldi verið í hópinum hjá Allani Simonsen. Súni hevur stórar møguleikar Geir de Lange, sum hevur hjálpt Súna við at sleppa til Hollands, sær stórar møguleikar í føroyska leikaranum Seinastu sjey árini hevur Geir de Lange verið maðurin, sum hevur hjálpt GÍ við fyrireikingum, tá felagið hevur verið á árligu venjingarleguni í Danmark. Sostatt er við árunum íkomið eitt gott samband við mannin. Kanska skuldi heldur staðið vinarlag, tí sjálvur letur Geir ongan iva vera um, at hann heldur nógv av GÍ. Bæði sum felag og teimum einstaklingum, sum eru í felagnum. Drúgvar royndir Eitt av teimum geramálum, sum Geir eisini tekst við, er at hann seinastu 18 árini hevur verið talentspeidari. T.v.s. leitar eftir ungum evnaríkum leikarum, sum kunnu gerast áhugaverdir hjá ymsum europeiskum feløgum. Eg havi fingið nógvar royndir hesi árini, og tá eg í summar sá Súna spæla, var eg ikki í iva um, at talan her var um ein sera evnaríkan leikara. Hann er tó heldur í eldra lagi í so máta, hóast hann bert er 19 ár. Í Hollandi og Belgia er vanligt, at sáttmáli verður gjørdur við leikarar um 15 ára aldur, tí feløgini tá hava nógv størri møguleikar at menna teir. Sum dømi um heilt leikarar, sum Geir hevur sent uttanlands, nevnir hann svenska Pär Zatterberg, sum mong munnu meta sum ein hin fremsta svenska leikaran í løtuni. Hesin fór 15 ára gamal til belgiska Anderlecht, har hann í fleiri ár taldist millum bestu leikararnar, áðrenn hann í summar skifti til grikska Olympiakos. Betri møguleik í Hollandi Geir ivast tó ikki í, at Súni hevur góðar møguleikar at menna seg heilt nógv í Hollandi. Tað hevur verið skrivað um, at t.d. Rosenborg eisini hevði áhuga í honum, men her haldi eg, at menningarmøguleikarnir í Hollandi eru nógv størri. Hetta av teirri einføldu orsøk, at her fær hann spælt á rættuligum grasi í 11 mánaðir, ístaðin fyri einar seks mánaðir, sum talan er um í Noreg. Kanska mest spennandi parturin av fótbóltsævintýrinum hjá Súna er agenturin, sum hevur fingið sáttmálan í lag. Talan er hollendska Henk van Ginger, sum hevur felagið, World Socce-consult. Hesin er umboð hjá nógvum kendum leikarum, og millum annað hevur hann staðið fyri handlunum av Jaap Stam, Raimond Van Der Gouw og Sami Hypia. Hetta haldi eg vera av alstórum týdningi, tí við hesum standa so at siga allir møguleikar opnir fyri Súna, um so er, at evnini og viljin eru nóg stór. Og at viljin er í lagi ivist eg ikki í, leggur Geir de Lange afturat. GÍ fær stórar møguleikar Umframt týdningin, sum hetta kann hava fyri Súna, leggur Geir eisini dent á, at fyri GÍ kann hetta samstarv verða av alstórum týdningi. Hetta gevur heilt avgjørt møguleikar til felagið. Bæði tí teir leikarar, sum eru í felagnum, fáa meira at stremba eftir, men eisini, tí teir á henda hátt kunnu draga fleiri evnaríkar leikarar til felagið. Hvørt hetta seinna fer at gerast møguleiki, kann bert framtíðin vísa, men fyri føroyskan fótbólt sum heild er at vóna, at hetta kann seta enn meira ferð á ta menning, sum hevur verið so eyðkend seinnu árini. At umheimurin hevur fingið eyguni upp fyri føroyskum fótbólti, tykist so als eingin ivi at vera um. Viðmerking Kappingarnevndin sigur í sínum úrskurði , at grein 33, stk. 2, 1 petti skal skiljast soleiðis, at bert stigini telja, og at hetta annars er samsvarðandi orðingini í greinini. Hetta er SKEIVT, vegna tess, at innanhýsisdystir pr. Definitión innihalda 3 elementir: 1. Stigini 2. Málmunin 3. Útivallarmál Um lógin ikki inniheldur øll hesi elementini, skal tað viðmerkjast greitt í lógartekstinum, hvørji elementir ið eru galdandi. Alt annað er vánaligt lógarsmíð og púra meiningsleyst. Grein 1 stk. 1 í kappingarreglunum fyri fótbólt sigur, at fyri kappingina eru lógir FSF's galdandi og annars ALHEIMS reglur fyri fótbólt (um tær føroysku onkursvegna ikki eru nøktandi). Undurritaði hevur havt samband við skrivstovuna hjá UEFA í Sveits ( divisions department) har eg tosaði við Antonio Jacchino um, hvørjar alheims reglur í eru galdandi viðv. innanhýsis dystum, og fekk eg at vita, at reglurnar eru púra greiðar. Um tað stendur á jøvnum eftir kappingarlok, og innanhýsis dystir eru nevndir í lógini telja: Fyrst stigini Síðan málmunurin innanhýsis Og síðani útivallarmál Tað er tí óskiljandi at ein juristur, íð kappingarnevndin hevur havt sum ráðgeva, kann koma til nakra aðra niðurstøðu enn at útivallarmál telja dupult, og at allar aðrar niðurstøður tessvegna eru skeivar og púra meiningsleysar. Um grein 1 stk. 1 og grein 33 stk. 2 2.petti verða samanbornar við UEFA reglurnar um innanhýsis dystir, telja útivallarmál dupult. Fyri okkum her suðuri er alt hetta rumbli tó ikki so løgið hóast alt, nú tá Jógvan Páll Lassen er farin upp í málið. Tí loyaliteturin millum juristarnar í Havn er helst størri, enn týdningurin av um VB ella B68 verða snýtt fyri eitt FM heiti. Vónandi verður hendan reglan tó ikki avgerðandi fyri hvar FM heiti endar, men um so skuldi borið á, eri eg bangin fyri, at FSF ikki himprast yvir at slakta eitt útjaðaralið sum VB ella B68 til frama fyri HB Erhard Joensen John Arni vísir veg Talv: Amagermeistaraheitid vard lidugt telvad sunnudagin, og vinnari bleiv John Arni Nilssen vid nærum fullum stigatali. Tveir føroyingar luttóku í Amagermeistaraheitinum í ár, John Arni og Heini Olsen. Eftir fyrstu seks umførini varð longu eyðsæð at John Arni helst fór at enda ovastur í kappingini. Hann hevði nevnliga vunnið øll hesi fyrstu seks talvini, og var tá heili tvey stig frammanfyri teir næstu. Millum teir næstu í røðini varð Heini Olsen at síggja. Í sjeynda umfari møttust føroyingarnir yvir talvborðið, og hetta bleiv- ikki óvæntað- ein stuttur javnleikur. Í áttanda umfari tók John Arni sær av løttum við einum javnleiki móti einum dana við umleið 2100 í rating. Ein javnleikur hevði verið nóg mikið hjá honum í seinasta umfari, men John Arni, við nógvum sjálvsálitið í løtuni, vildi meir og vann trygt. John Arni vann tí kappingina við átta stigum av níggju møguligum, og sjálvt um hann var favorittur, so er átta av níggju sjálvsagt flott. Heini endaði eitt sindur skuffandi á einum triðja plássi við seks stigum. Talvið hesa vikuna er frá sætta umfari. Næsta kappingin hjá John Arna verður GM kappingin í Føroyum. Talvfelagið Føroyar ambitiónir og framtíð Talvfelagið í Keypmannahavn hevur seinastu árini kempað fyri at hildið sær uppi í triðfremstu deildini í donsku liðkappingini, men í ár er liðið sera sterkt og málið er tískil at flyta upp. Ikki er hetta mál veruleikafjart, tí í ár telvað bæði John Arni og Heini Olsen við felagnum, og á triðja borðið fer tilflytarin og føroyameistarin Flóvin Tór Næs at slúka stig. Átta mans mynda liðið, og hinir fimm eru heldur ikki ókendir menn, og teir eru Eyðun Nolsøe, Bogi Ziska, Rógvi W. Rasmussen, Heini Danielsen og Terji Petersen. Eykamenn eru undirritaði og Jóan H. Andreassen, sum býr í Árhus men hevur játtað at telva við um brúk verður fyri honum. Sum nakað heilt nýtt og óroynt í føroyskum høpi, so hevur liðið eina bonusskipan. Tað vil siga um tú vinnur eitt talv so fært tú eina ávísa peningaupphædd, og leikur tú javnt fært helvtarupphæddina. Tapir tú fært tú sjálvsagt eingi oyru. Hendan bonusskipan vísir seg at vera neyðug, tí til dømis telvaðu John Arna og Heini í fjør við feløgum, sum høvdu bonusskipanir. Pengar er komnit í talv, og Talvfelagið Føroyar noyðist at fylgja við. Bonusskipanin vil uttan iva skumpa undir føroysku telvarnar at gera sítt besta. Tað stóra endamálið hjá felagnum er at leika í fyrstu deild ár 2003, og hetta endamál er als ikki ógjørligt. Nordic Millennium GM Chess Hendan kapping við tí flotta heitinum verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 6-14. oktober í Norðurlandahúsinum. Tað er Talvsamband Føroyar og altjóða dómarin og danin Mogens Nielsen sum samskipa kappingina. Talvsambandið bleiv 30 ár í ár, og í hesum sambandi verður hendan sterka altjóða kapping veruleiki. Kappingin er sterk, og teir umleið 10-15 føroysku telvarnir sum vera við fara at fáa tað strævið, men hinvegin verður ein hampiligur møguleiki at ognað sær ein IM norm. Teir flestu topptelvarnir í Føroyum eru við, og komandi dagarnar verður greitt hvørjir eru við- og ikki við. Av kendum telvarum sum verða við kunnu nevnast stórmeistarnar russarin Ruslan Ponomariov , írin Alexander Baburin, fremsti íslendarin Hannes Stefansson og ísraelitturin Lev Psakhis. Millum aðrar kendu luttakandi stórmeistarar er sviin Tiger Hillarp Persson, sum telvaði tvey ár við kollfirðingum. Í næstu talvgrein verður hugt nærri at kappingini og luttakarunum. Talvið hesa vikuna Hvítur: Peter Lassen (2257) Svartur: John Arni Nielsen (2316, donsk rating) AM 6. umfar B71 tók argjamenn á málstrikuni 3. deild: Vónbrotið í AB var stórt, tá teir ikki megnaðu at halda tørn ímóti B36. B71 sigurin í Klaksvík bar við sær, at sandoyingar fyri fyrstu ferð spæla um eitt pláss í næstbestu deildini, og at KÍ flutti niður Tað var ikki frítt, at dramatikkur var í luftini, tá átjanda og síðsta umfarið var á skránni aftaná døgurða leygardagin. Longu frammanundan var tað greitt, at Skáli hevði vunnið deildina. Einki var avgjørt um, hvør skuldi vinna silvur og bronsu, hvør skuldi spæla um eitt pláss í næstbestu deildini, hvør skuldi flyta beinleiðis niður, og hvør skal spæla um eitt pláss í deildini. Vinnarin Á Skála vóru teir spentir uppá, um tvørámenn, sum hesa seinastu tíðina hava havt ilt við at manna lið, fóru at møta upp. TB møtti upp, og teir løgdu rygg til 8-0 tap. Fyrsta hálva tíman bendi ikki so nógv á, at talan fór at verða um stórsigur. Pauli Hansen, sum hevur verið nógv skaddur í ár, setti hol á beinanvegin, men so gekk ein góð løta. Skáli hevði bóltin nógv mest, teir høvdu fleiri møguleikar, men inntil í 28. minutti megnaði Jónas Johannesen í TB málinum at halda tætt. Bogi Gregersen til 2-0, og hann gjørdist dagsins maður bæði so og so. Toppskjúttin í fjør (eisini hann hevur verið nógv burtur frá í ár, tí hann hevur verið skaddur) skoraði fýra mál, áðrenn hann í 77. minutti noyddist av vøllinum. Tá fekk hann fyri aðru ferð gula kortið, og so kom ostaskorpan úr lummanum. Í næstsíðsta minuttinum varð gula kortið fyri aðru ferð stungið fyri næsarnar á Kristiani Olsen hjá TB, og so noyddist hann undir brúsu. Eftir dystarlok handaði formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF, Bærge B. Hansen, skálamonnum steypið, sum teir eisini vunnu í fyrraárið, og gullkrónurnar. Stóri taparin Undan kappingarbyrjan duldu teir í AB ikki, at málið hjá teimum var bara at steðga eitt ár í 3. deild. AB vildi vera triði møguleikin í høvuðsstaðnum. Teir vóru væl við í oddastríðnum, men tað var sera kostnaðarmikið hjá teimum, at teir taptu báðar dystirnar ímóti sandoyingum. B71 vann 4-2 á Argjum og 3-2 á Sandi. AB hevði undan leygardegnum møguleika at vinna silvurkrónurnar og rættin at spæla um eitt pláss í næstbestu deildini. Teir mistu uppflytingarmøguleikan, og teir fingu hvørki silvur ella bronsu. Dysturin á Argjum minti ikki sørt á 1999 kappingarárið, tá B36 í 4. deild snýtti AB. Heimaliðið á Argjum noyddist síðsta tíman at spæla við tíggju monnum. Eyðun Dalsgarð fekk gult kort í 29. minutti, og tá hann tríggjar minuttir seinni aftur sá gult, noyddist hann av vøllinum. Hóast teir vóru undirmannaðir, so megnaðu teir á tímanum at leggja seg framum 2-1. Útjavnandi B3 málið var rættuliga heppið. Ólafur Debes fekk nakkan á hornasparksinnlegg, bólturin støkk á skinnabeinið á Regini Arge, og so hevði B36 vunnið silvurkrónur, meðan AB einki fekk og tískil stóð eftir sum stóri taparin. Nýggjur møguleiki Síðani sandoyingar í áttati árunum við nógvari ferð fóru úr 3. og upp í 1. deild, hava teir ikki roynt at flyta upp úr 3. deild. Næstbesta liðið hjá teimum hevur verið støðugt í ár, men tað hevur ikki verið nógv tosað um uppflyting. B71 er framvegis 3. deildarlið, men teir hava møguleikan at flyta upp. Teir skulu spæla tveir dystir um plássið í 2. deild. Hvørjum teir skulu spæla ímóti verður avgjørt leygardagin. Tað eru tríggir møguleikar. Undan síðsta umfarinum er LÍF næstaftast. Leirvíkingar eru javnir í stigum við GÍ. Grannaliðini hava nítjan stig í part, men HB, sum hevur tjúgu stig, er eisini í vanda. LÍF skal leygardagin spæla í Gundadali ímóti B36. Tað man kennast ivaleysa torført hjá leirvíkingum, men tað verður ikki minni torført hjá HB og GÍ, sum skulu spæla ávikavíst á útivølli ímóti ÍF og á heimavølli ímóti KÍ. B71 vann leygardagin 2-0 í Klaksvík. Heimaliðið hevði í royndini at bjarga liðnum mannað seg væl, so tað var strevið hjá B71, men teir megnaðu setningin. Áhugavert er at staðfesta, at tað var avgerðin, um at innanhýsis mál og mál skorað á útivølli ikki hava nakað at siga, sum bar við sær, at B36 fekk silvur og B71 bronsu. Bæði liðini endaðu á 33 stigum, og tey vunnu hvønn sín innanhýsis dyst. B71 vann 2-1 í Gundadali, og B36 vann 1-0 á Sandi. Høvdu málini á útivølli vigað, tá tað stendur á jøvnum í innanhýsis stigum og málum, so hevði B71 vunnið silvur og B36 bronsu. Nú var tað samlaði málmunurin, sum var avgerandi. B36 hevur málmunin +22, og B71 hevur málmunin +15. KÍ hevur ikki heilt mist vónina um at spæla í 3. deild komandi ár. GÍ vann 4. deild, og teir flyta upp í 3. deild. Um tað fer at vilja so illa til, at GÍ noyðist niður úr 2. deild, so fer teirra lið úr 3. deild, og so sleppur KÍ frá at flyta niður. Hin møguleikin hjá KÍ er, at 4. deildarliðið hjá teimum flytir upp. Teir endaðu á øðrum plássi í 4. deild. Tað vil siga, at teir fáa ein møguleika at spæla um eit pláss í 3. deild. Tað verður ímóti FS Vágum, sum endaði næstaftast í 3. deild. Vónbrotini Vágbingar vunnu sannførandi ímóti B68. Harvið endaði VB á fimta plássinum. Eftir átjanda umfarið eru teir bara tvey stig frá bronsukrónunum og møguleikanum at spæla um eitt pláss í næstbestu deildini. Tí kann ikki sigast annað, enn at VB eisini í 3. deild hevur havt eitt gott kappingarár. Sammett við undanfarnu árini hava B68 og ÍF staðið seg illa. Serliga hjá B68 er tað merkisvert, at eykamenninir hjá besta liðnum, sum fram til síðsta sunnudag vóru við í FM stríðnum, hava havt afturpartin í vatnskorpuni í 3. deild. Tá B68 leygardagin tapti í Vági, noyddist venjarin, Kjartan Nesá, at spæla úti á vøllinum. Tá Jóhan Dávur Højgaard ikki hevur verið heima, hevur Kjartan verið í málinum. Kjartan Nesá hevur ofta verið seinasti skansin hjá toftamonnum. Nú kom hann á málskjúttaralistan - ivaleyst fyri fyrstu ferð nakrantíð! Vágamenn ætlaðu sær at gera seg galdandi í 1. deild og ivaleyst eisini í 3. deild. Tað hevur ikki gingið væl í 1. deild, og tað hevur gingið illa í 3. deild. Hóast átjanda umfarið er farið afturum, so er framvegis møguleiki fyri, at FS Vágar flytir niður úr 3. deild. Møguleikin er nevndur omanfyri. Endi Og so var kappingarárið í 3. deild liðugt fyri í ár. Vit hava roynt at fylgt við, og vit halda, at tað hevur eydnast so toluliga. Einar tvær ferðir hava vit ikki megnað at umrøtt umfarið í somu viku, sum tað varð spælt. Tað harmast vit um, samstundis sum vit gleðast um tey, ið hava givið okkum eitt herðaklapp fyri at hava verið við til at gera kappingina hugaliga - bæði um stigini og um hvussu tað stendur til á málskjúttaralistanum. Nú hava vit í fleiri ár umrøtt 3.deild. Nógv heimildarfólk veita okkum ein beina, og teimum takka vit aftur í ár fyri gott samstarv. Ofta verður grenjað um dómaraseðlarnar. Vit kunnu í hesum sambandi siga, at royndirnar í ár vísa, at dómararnir eru nógv betri til at skriva nágreiniligar dómaraseðlar í 3. deild, enn teir vóru fyri nøkrum fáum árum síðani. Høvdu allir minst til at senda teir til FSF beinanvegin eftir dystarlok - sum tað er teimum álagt - so hevði tað verið uppaftur betur. Í hvussu stórum álvara feløgini taka 3. deild er ein heilt annar spurningur. Í fleiri førum eru dystirnir ikki spældir, tí annað liðið ikki er møtt. At tað ikki fær álvarsligar avleiðingar, at eitt lið ikki møtir til fleiri dystir, er ivaleyst ein spurningur, sum fer at verða tikin upp, tá feløgini og Fótbóltssambandið fara at eftirmeta kappingina. Úrslit, 18. umfar ÍF-FS Vágar 4-1 (1-0) 1-0: Árni Petersen 40. 2-0: Jákup Baldvinsson 58. 3-0: Jákup Baldvinsson 62. 3-1: Elfinn Ørvarodd 70. 4-1: Jákup Baldvinsson 74. VB-B68 4-1 Tað eydnaðist okkum ikki at fáa nøvnini á málskjúttunum AB-B36 2-2 (1-1) 0-1: Petur M. Johansen 22. 1-1: Sigurd Vatnhamar 36. 2-1: Sonny Djurhuus 61. 2-2: Regin Arge 88. Reytt kort: Eyðun Dalsgarð, AB, 32. (tvey gul) Skáli-TB 8-0 (5-0) 1-0: Pauli Hansen 6. 2-0: Bogi Gregersen 28. 3-0: Bogi Gregersen 34. 4-0: Marius Joensen 37. 5-0: Bogi Gregersen 42. 6-0: Bogi Gregersen 54. 7-0: Hans Kristian Djurhuus 85. 8-0: Arnhold Berg 87. Reytt kort: Bogi Gregersen, Skáli, 77. (tvey gul), Kristian Olsen, 89. (tvey gul) KÍ-B71 0-2 (0-1) 0-1: Julian Thomsen 0-2: Páll á Reynatúgvu Yvirlit yvir allar málskjúttarnar í triðju deild verður í blaðnum í komandi viku. Ábøtur Innan Glyvur Bøtt verður um gamla vegin Innan Glyvur millum Strendur og Skála. Ein millión er sett av til arbeiðið í ár Innan Glyvur: Hjálpt verður nú upp á gamla vegin Innan Glyvur. Vegurin verður rættaður út, so tað slepst undan teimum flestu svingunum, sum har eru. Av vegumsitingini hjá Landsverkfrøðinginum á Lambareiði verður sagt, at arbeiðið, sum nú er í gongd Innan Glyvur er slíkt, sum rópt verður størri ábøtur. Gamli vegurin verður breiðkaður, so hann verður fimm metrar breiður. Tó er ikki talan um nakra nýgerð. Nýggjur vegur er ætlaður at liggja oman fyri bygdirnar Skála og Innan Glyvur. Hann verður ætlandi lagdur frá svinginum innanvert ítróttarhøllina á Skála og bundin í breiða vegin Inni á Byrgi, teir kalla, oman fyri Hulk. Tað, sum nú verður gjørt Innan Glyvur er, at verandi vegur verður breiðkaður í báðum síðum. Tó ikki allan veg. Men einastaðni niðan fyri og aðrastaðni oman fyri, alt eftir hvar bugur er á. Soleiðis er ætlanin at fáa vegin beinan og samstundis sleppa undan at koma í kløtur við hús og annað, sum er á vegnum. Sum sagt verður av Lambareiði, er hetta bara umvæling, tí eingin grund er at fara undir nakað stórarbeiði, nú nýggjur vegur skal gerast kortini. Av vegaumsitingini á Lambareiði verður sagt, at vegastrekkið frá Glyvur inn á Skála er tað ringasta, sum er fram við Skálafjørðinum í dag. Og har treingir sanniliga til ábøtur, tí væl av tungari ferðslu er, umframt nógvu ferðsluni annars. Trý fiskavirki eru á Strondum, og har koyra dagliga stórir bilar til og frá. Landsverkfrøðingurin hevur fingið eina millión krónur til arbeiðið í ár, og so verður roynt at fáa sum mest fyri hesa milliónina, verður sagt av Lambareiði. Vandi fyri fleiri skriðulopum í Kalsoynni Tað er ikki væntandi, at ferðasambandið í Kalsoynni kemur aftur í rættlag heilt enn Ferðasambandið í Kalsoynni er ikki komið í rættlag aftur enn, aftaná áarførið herfyri. Tað nógva regnið fekk fleiri skriður at loypa og m.a. vóru fleiri metrar av vegnum í Kalsoynni skolaðir í havið. Hetta hevur darvað ferðasambandinum í Kalsoynni almikið og eitt nú fæst ikki mjólk úr summum bygdum í oynni. Fleiri hava funnist at Strandferðsluni tí tey halda, at hon hevur ikki gjørt nóg mikið fyri at fáa ferðasambandið í rættlag aftur. Men hesum vísir Strandferðslan aftur Hon sigur, at sum støðan er, eru tað óráð at royna at flyta fólk um skriðulopið, hvørki beint ígjøgnum tað, ella undir sjálvari skriðuni Strandferðslan sigur, at hon hevur kannað málið saman við serfrøðingum hjá Landsverkfrøðinginum og niðurstøðan er, at tað er ikki ráðiligt at flyta fólk um skriðuna, hvørki ein ella annan veg. Ein orsøk til tað er, at vandi er fyri fleiri skriðulopum har á leiðini, tað er ein spurningur um, hvussu vátt tað verður. Ein onnur orsøk er, at tað liggur ein tíggjutúsund volt kaðal berur gjøgnum skriðulopið. Sum støðan er, fer Strandferðslan tí ikki at flyta fólk um skriðlopið. Í staðin kannar stovnurin møguleikarnar fyri at at lata Barsskor sigla til Mikladals. Men tað er aftur ein spurningur um, hvussu atløguviðurskiftini í Mikladali eru, og, hvussu tað er hjá teimum ferðandi at koma til og frá lendingini. Í løtuni er samstundis skipað fyri eyka tyrlusambandi til Kalsoynna, sigur Strandferðslan. Næmingar selja fisk í gongugøtuni Havnarfólk, sum munga eftir fiski, kunnu fara sær ein túr oman í gongugøtuna leygardagin Tey havnarfólk, sum munga illa eftir fiski, kunnu leggja sær leiðina í gongugøtuna leygarmorgunin. Tí tá verður stórur fiskamarknaður í gongugøtuni. Tað eru næmingar í triðja flokki í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, sum fara at hava fiskamarknað í Havn leygardagin, har tey fara at selja alskyns fisk. Tey byrjað klokkan 10 um morgunin og hildið verður fram til einaferð nakað væl út á seinnapartin. Hetta fer uttan iva at koma væl við hjá mongum, tí fiskur er trotvøra í Havn-í hvussu so er, fyri ein sámuligan prís. Men tey í triðja flokki siga at tey ætla at vera sámulig í prísi. Á fiskamarknaðinum ætla tey sær at hava alskyns fisk at selja, eitt nú toskaflak, kongafiskaflak, ræstan fisk, skeljar, rækjur, laks, saltfisk o.a. Fiskin hava tey fingið ymsastaðni úr landinum, bæði úr Suðuroy og úr Norðoyggjum og nógva staðni har ímillum. Orsøkin til, at tey hava fiskamarknaðin, er, at tey savna pening inn til eina námsferð, sum tey ætla at fara á seinni. Fáa lærdóm ígjøgnum luftina Fjarundirvísing ígjøgnum alneti? ger, at ta? nú ber til at at lata studentar í Íslandi og studentar í Føroyum fylgja tí sama skei?num Ta? er ein sannroynd at tann n?ggi teknikkurin gevur okkum heilt n?ggjar møguleikar á nógvum økjum. Men teknikkurin nyttar onki, uttan so, at hann ver?ur brúktur. Eisini innan útbúgving og gransking kann alneti? fáa ómetaligan t?dning. Hetta hevur Fró?skaparsetri? ásanna? og ta? er longu fari? undir eitt forvitnisligt tiltak, sum ber í sær, at ta? ber til hjá studentum í Føroyum og studentum í Íslandi at fylgja vi? í sama skei?i. Ta? er Náttúruvísindaliga deildin á Fró?skaparsetrinum, sum er fari? í samstarv vi? Háskóla Íslands um útbúgvingina til ravmagnsverkfrø?ing. Hetta samstarvi? ber í sær, at ta? ber til hjá teimum, sum lesa til ravmagnsverkfrø?i í Føroyum, og teimum, sum lesa til ravmagnsverkfrø?i í Íslandi at fylgja vi? í teimum somu skei?unum. Á Náttúruvísindadeildini í Havn ber til at lesa til verkfrø?i í olju og í ravmagni. Fyribils er ta? eitt skei? um elorkuskipanir, sum Fró?skaparsetri? og Háskóli Íslands nú eru felags um. Magnus Danielsen, professari í elverkfrø?i á Náttúruvísindaligu deildini í Havn, sum stendur fyri útbúgvingini til ravmagnsverkfrø?ing, sigur, at hetta er eitt dømi um, at ta? ber væl til at brúka felags lærarar til ymsar útbúgvingar, hóast undirvísingin annars er í hvør sínum landi. Hann sigur eisini, at ta? er ney?ugt hjá Fró?skaparsetrinum at brúka gestalærarar uttan ífrá, tí lærarar eru ikki á setrinum til ymsar serlærugreinar. Og í sambandi vi? skei?i? um elorkuskipanir er ta? altso Egill Hreinsson, professari á Háskóla Íslands, sum eisini undirvísir studentunum í Føroyum. Ein stórur partur av hesi undirvísingini fer fram um alneti?, har studentarnir í Føroyum kunnu taka fyrilestrar, tekningar o.a. tilfar frá honum, ni?ur av netinum. Annars er hann eisini í Føroyum av og á og heldur fyrilestur. Men samstarvi? gongur eisini hinvegin, tí samstundis er ta? Benadikt Joensen, verkfrø?ingur í Føroyum, sum stendur fyri uppgávurokningum og laboratoriuvenjingunum, til hetta saman skei?i?, bæ?i hjá studentunum í Føroyum og í Íslandi. Eisini ta? fer fram um alneti?. Magnus Danielsen sigur, at hetta er eitt skei?, sum eisini hevur áhuga fyri verkfrø?ingar. Á hesum skei?inum hava verkfrø?ingar hjá SEV veri? vi?. Hann sigur, at seinni er ta? ætlanin at skipa undirvísinginina um alneti? sum ljó?undirvísing. Hetta er ein undirvísingarháttur, sum mennist alla tí?ina og máli? er at skipa ta? solei?is, at ta? ber til hjá studentunum bæ?i í Føroyum og í Íslandi at fylgja beinlei?is vi? í fyrilestrum og undirvísingini. Magnus Danielsen sigur, at so hvørt teir fáa fleiri royndir á hesum øki, fer hesin undirvísingarháttur uttan iva eisini at ver?a brúktur í ø?rum útbúgvingum á Fró?skaparsetrinum. Veðrið Lágtrýstið yvir Skotlandi fer í útnyrðing norðan og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum í nátt. Lágtrýstið millum Íslands og Føroya grynnist, meðan lágtrýstið við Írland fer spakuliga í landsynning. Veðrið í dag: Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri og sólglottar,men eisini mjørki í støðum. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið fríggjadagin: Lot til andøvsgul av suðri og yvirhøvur turt og sólglottar, men eisini mjørki í støðum. Hitin millum 12 og 15 stig. Veðrið leygardagin: Lot til andøvsgul av suðri og fyrrapartin yvirhøvur turt og sólglottar, men seinnapartin strúkur í vindi av útsynningi og regn eitt skifti. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið sunnudagin: Hann veksur vindin upp í hvassan vind ella skrið av landsynningi og seinnapartin regn. Hitin millum 9 og 12 stig. Í gjár: Lágtrýstið yvir Skotlandi fer í útnyrðing norðan og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum í nátt. Í dag: Lágtrýstið millum Íslands og Føroya grynnist, meðan lágtrýstið við Írland fer spakuliga í landsynning. Trupla valið BAKGRUND: Valið um gjaldoyrað fellur dønum trupult. Hava teir tað nóg gott við krónuni, ella skulu teir skifta hana út við evruna og taka við øllum, sum við evruni fylgir? Tað er eitt val um annað og meira enn pengar Nakað løgið er hent, nú danskir politikkarar í longri tíð hava roynt at greiða veljarunum frá fyrimunum og vansum við nýggja evropeiska gjaldoyranum. Flokkar, ið vanliga eru argastu fíggindar, hálsfevnast tvørtur um floksmørk um sama mál, og flokkar, ið vanliga samstarva væl, rópa í holið á hvørjum øðrum í hvørjari tíðindasending. Evruvalið hevur upployst floksmørkini í Danmark eina løtu í øllum førum. Á ytsta høgravongi hálovar Pia Kjærsgaard úr Danska Fólkaflokkinum krónuni og øllum, sum krónan stendur fyri. Við somu tungu tosað Holger K. Nielsen úr SF og Keld Albrecthsen úr Eindarlistanum yviri á ytsta vinstravonginum. Flokkarnir hava funnið felags stev um at varðveita donsku krónuna. Samstundis standa Poul Nyrup Rasmussen úr Javnaðarflokkinum, Bendt Bendtsen úr Konservativa Fólkaflokkinum og Anders Fogh Rasmusssen úr Vinstra sum ein maður. Og undir liðini á teimum teimum standa Radikala Vinstra og CD. Teir fimm flokkarnir hava somuleiðis funnið eitt felags mál, og tað er at sleppa av við donsku krónuna. Stríðast til tað síðsta Sjáldsamt hevur verið at eygleiða nýggju samgongurnar, sum eru skipaðar í donskum politikki seinastu vikurnar. Men hóast hesar løgnu fylkingar, og hóast allir teir stóru flokkarnir í Danmark mæla veljarunum til at atkvøða ja, so er ósemjan millum veljararnar eins stór og millum ja- og nei-síðuna í sjálvum Fólkatinginum. Eingin torir at spáa um endaliga úrslitið í kvøld. Besta boðið frá serfrøðingum, sum ikki gera annað enn at greina veljarakanningar, er, at tað verður sera tætt millum ja- og nei-síðuna, tá ið úrslitið er greitt. Men hetta nýtist eingin serfrøðingur at fortelja hvørki donsku veljarunum ella donsku politikkarunum. Øll vita, at tað verður javnt eins og so ofta fyrr, tá ið ES-spurningar hava verið til atkvøðugreiðslu. Og tí stríðast bæði ja- og nei-síðan við hond og fót fyri sínum sjónarmiðum, líka til valhølini lata aftur klokkan 20 í kvøld. Eingin vil lúta Danski forsætisráðharrin hevur ongan hug at vakna í morgin og noyðast at ásanna, at valstríðið miseydnaðist. Líka so lítlan hug hevur Holger K. Nielsen til at vakna og noyðast at ásanna, at krónan verður burtur um nøkur fá ár. Ikki tí tað er kanska ikki evruni sjálvari, sum Holger K. Nielsen ber so stóran ótta fyri. Óttin liggur meira í tí, sum fylgir við evruni og tí framtíðar ES, sum fleiri leiðandi evropeiskir politikkarar hava skitserað og alment boðað frá. Londini í ES skulu samstarva á fleiri økjum enn í dag. Og tær stóru politisku avgerðirnar á fleiri økjum skulu í framtíðini takast við vanligum meirilutavalið. Londini skulu ikki eins og í dag hava sýtingarrætt, tá ið tær stóru avgerðirnar skulu takast. Og hetta ræðir nei-síðuna meira enn nakað. Danmark fer ikki at hava nakra ávirkan á gongdina, um avgerðirnar skulu takast við meirilutavali, stúrir nei-síðan fyri. Hetta er tað, sum nei-síðan hevur koyrt harðast á í valstríðnum higartil. Harmonisering er eitt orð, sum gongur aftur í ES-høpi. Og tað er hesari harmonisering, sum Holger K. og hinir nei-sigararnir ikki vilja síggja. Danmark skal í framtíðini sjálvt gera av, hvussu stórt skattatrýstið skal vera. Eingin uttan fyri Danmark skal áseta, hvussu stór fólkapensiónin ella aðrar almennar veitingar skulu vera. Eingin skal hótta tað danska vælferðarsamfelagið, krevur nei-síðan. Drignir uppí Nei-síðan stúrir fyri, at eitt ja í dag er tað sama sum at geva ES grønt ljós til at gera júst sum felagsskapinum lystir. Endin verður, at Danmark hvørvur sum land, og at fólkið missur sín tjóðskaparliga samleika. Sjálvsavgerðarrætturin verður fluttur av Christiansborg niður til Bruxelles, og so líðandi verða tað bert Teir Sameindu Evropeisku Statirnir eftir. Siga veljararnir "ja" í dag, so kunnu teir vera vísir í, at tað ikki gongur long tíð, áðrenn teir aftur skulu á val og taka støðu til, um Danmark skal fara upp aftur longur inn í evropeiska samstarvið, ávara mótstøðufólkini. Men við at siga "nei" í dag, sendir danska fólkið ein boðskap til politikkararnar og restina av ES um at steðga á eina løtu. Tað gongur ov skjótt, og politisku ætlaninar eru ikki í tráð við ynskini hjá fólkinum, ljóðar áheitanin frá nei-síðuni. Møsn Allar hesar pástandirnar, hevur veljarin lýtt á í tolni seinastu vikurnar. Og líka so hart, sum nei-síðan hevur rópt og ávarað, líka so hart hevur ja-síðan ávarað og víst aftur pástandum frá hinum vonginum. Tað, sum nei-síðan førir fram, er møsn og hevur einki við atkvøðugreiðsluna í dag at gera. Í dag snýr tað seg um evruna og limaskapin í Búskapar- og gjaldoyrasamgonguni. Spurningurin um, hvørja leið ES gongur, hoyrir ikki heima í hesum valstríðnum, og á stóra veljarafundinum hjá Danmarks Radio týskvøldið lovaði Nyrup vegna Danmark at brúka sýtingarrætt sín, um spurningurin um at pilka við danska vælferðarsamfelagið kemur á ES-borð. Danmark fer ikki at taka undir við nøkrum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis ávirkar rætt okkara at reka vælferðarpolitikk, segði danski forsætisráðharrin. Og verður talan um at lata ein størri part av sjálvsavgerðarrættinum frá sær, so skal spurningurin undir øllum umstøðum til fólkaatkvøðu, vísir ja-síðan á. Evran í bakgrundina Á seinasta stóra valfundinum í Danmarks Radio var lítið tosað um tað, sjálvt valið snýr seg um evruna. Og tað hevur sermerkt alt valstríðið, at evran í fleiri førum er skúgvað til viks, og spurningarnir um framtíðina hjá ES sum heild eru tiknir framum. Men tá tosið hevur snúð seg um evruna, hava politikkararnir somuleiðis verið rúkandi ósamdir um tær beinleiðis avleiðingarnar. Flokkarnir hava kappast um at ræða og lokka veljararnar. Danska stjórnin vil vera við, at tað er høpisleyst at standa uttanfyri. Í dag luttekur Danmark í 1. og 2. stigi av Búskapar- og gjaldoyrasamstarvinum. Tað vil millum annað siga, at Danmark hevur bundið seg til ikki at hava ov stórt hall á fíggjarlógini, almenna skuldin má ikki fara upp um eitt ávíst mark, og inflatiónin má ikki verða ov høg. Harafturat luttekur Danmark í tí partinum, sum snýr seg um fría flutningin av kapitali millum ES-londini. Krónan er í stóran mun knýtt at evruni, og Evropeiski Miðbankin, ið er bankin hjá evru-limalondunum, hevur bundið seg til at styðja krónuni, um hon kemur undir trýst. Aftyrfyri skal Danmark halda ávísar treytir um búskaparpolitkkin, og virðið á krónuni má ikki víkja ov nógv frá virðinum á evruni. Tá ið tað kemur til sjálvan gjaldoyra- og peningapolitikkin er Danmark kortini uttanfyri sjálva samgonguna. Men støðan hjá Danmark er í veruleikanum so lík støðuni hjá evru-londunum, at einasti munur er, at evru-londini kunnu ikki áleggja Danmark at gjalda bøtur, um landið ikki heldur seg innan fyri tey ásettu markini. Tí er tað óðamannaverk ikki at taka stigið fult út og fara heilt uppí samstarvið við hini 11 evrulondini, sigur ja-síðan. Fyrimunirnir við at fara uppí eru, at Danmark ikki situr uttan fyri fundarhølið, tá evru-londini viðgera mál av felags áhuga mál ið so ella so eisini viðvíkja Danmark. Fyrimunir í milliardaklassanum Afturat hesum koma allir teir beinleiðis búskaparligu fyrimunirnir við at hava sama gjaldoyra sum 11 onnur lond og umleið 300 milliónir evropearar, vísir ja-síðan á. 20 milliardir meira til privata nýtslu og í danska statskassan, hava Mogens Lykketoft og Marianne Jelved lovað dønum, um teir siga ja. Onnur halda, at búskaparligu fyrimunirnir hava eitt nógv størri virði enn 20 milliardir. Harafturímóti sigur ja-síðan, at eitt nei kann kosta dønum nógvar milliardir krónur. Rentan fer upp, arbeiðsloysið veksur, og framleiðslan minkar, um danir siga "nei", ávara viðhaldsfólkini. Pástandirnir hjá nei-síðuni ganga sjálvandi ímóti hesum ræðusøgunum. Eingin orsøk er at óttast hægri rentu, og umheimurin hevur so mikið stórt álit á Danmark og donsku krónuni, at danski búskapurin ikki kemur undir trýst. Lat okkum ikki taka eina endaliga avgerð nú. Lat okkum fyrst síggja, hvussu tað fer at gangast evruni, og so kunnu vit kanska koyra spurningin út til fólkaatkvøðu aftur seinni, sigur nei-síðan, sum millum annað vil bíða og vita, um Svøríki og Bretland einaferð seinni fara at taka undir við evruni. Holger K. Nielsen er ein teirra, sum hevur gloppað dyrnar. Um evran mennnir seg á ein demokratiskan hátt, so kann vera, at vit skulu umhugsa spurningin einaferð afturat, segði hann týsdagin. Um hetta verður tann gularótin, sum fær veljaran at vraka evruna í dag, er ógjørligt at siga, men tað verður tann parturin, sum hevur størsta álitið millum veljaran, sum ber sigurin í hús. Eingin hjálp frá serfrøðingum Teir nógvu serfrøðingarnir, sum hava verið frammi í fjølmiðlunum í valstríðnum, kunnu heldur ikki hjálpa tí ivandi danska veljaranum. Fjølmiðlarnir hava býtt tíðina so hjartaliga millum teir báðar partarnar, og serfrøðingarnir standa eins spjaddir í sínum sjónarmiðum og politikkararnir. Vísur ein serfrøðingur á fyrimunir við einum ella øðrum, kemur ein annar í somu løtu og vísur á vansan við júst tí sama. Veljarin hevur tað ikki lætt. Men nógv bendir kortini á, at valluttøkan verður av teimum heilt stóru í dag. Nógv fleiri enn vanligt hava atkvøtt við brævatkvøðu, og hetta verður tulkað sum eitt tekin um, at valluttøkan verður stór. Danir hava so eitt val, og hendan demokratiska rættin vilja teir sleppa at brúka í dag. Tað eru ikki allir borgararnir í evru-londunum eitt nú Týsklandi sum yvirhøvur hava fingið møguleikan at siga annaðhvørt "ja" ella "nei" til evruna. Har hava stjórnirnar einsamallar tikið avgerðina og ikki spurt fólkið um "sína" hugsan. Fíggjarlógin løgd fram fríggjadagin Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer fríggjadagin at leggja fíggjarlógina fyri 2001 fram fyri almenningin Fríggjadagin verður fíggjarlógin fyri 2001 løgd fyri løgtingið. Í sama sambandi verður eisini tíðindafundur í Norðurlandahúsinum, har Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum leggur fíggarlógina fram fyri almenninginum. Eitt sinur størri Tølini í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2001 eru ikki almenn enn. Men tað er tó greitt, at skotin verður upp ein fíggjarætlan, sum er eitt sindur hægri enn fíggjarlógin fyri í ár. Millum málsøkini, sum næsta ár fáa hægri játtan eru almanna- og heilsumál og skúla- og mentanarmál. Játtanin til Almanna- og Heilsumál varð hækkað munandi eftir at Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, ið umsitur málsøkið, hótti við at fara úr sessinum, fekk hon ikki hægri játtan. Helena Dam á Neystabø metti nevniliga ikki, at hon kundi umsita málsøkið á forsvarligan hátt, fekk hon ikki hægri játtan. Orsøkin til, at játtanin til mentanar- og skúlamál er hækkað, er millum annað hækkaðu læraralønirnar. Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vil ikki siga, hvussu høg fíggarlógin fyri 2001 er. Men hann váttar millum annað, at fíggjarlógaruppskotið hesaferð er gjørt soleiðis, at neyðugt verður ikki við eins nógvum eykajáttanum, sum í ár. Til viðgerðar um góða viku Fíggjarlógaruppskotið er rættuliga umfevnandi. Tí er neyðugt, at tingfólk fáa góða tíð at lesa tað ígjøgnum, áðrenn fyrstu viðgerð, heldur Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður. Tískil verður fyrsta viðgerð av fíggarlógaruppskotinum ikki fyrr enn í minsta lagi ein vika er liðin frá at uppskotið varð lagt fram. Tí kann ikki hugsast, at uppskotið kemur til viðgerðar í tinginum fyrr enn í fyrsta lagi týsdagin 10. oktober. Vanligt er, at viðgerðin av fíggjarlógaruppskotinum tekur drúgva tíð, og sjáldan verður tað samtykt fyrr enn beint áðrenn jól. Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vónar, at tað fer at eydnast at fáa skjótt, men gjølla viðgjørt, soleiðis at tað verður samtykt í góðari tíð. Norðurlendsku umboðsmenninir vitja í Føroyum Umboðsmenninir frá parlamentunum í Danmark, Noreg og Íslandi eru komnir til Føroya at halda fund Í gjár komu umboðsmenninir fyri tingini í Danmark, Noreg og Íslandi til Føroya. Teir hittast vanliga einaferð um árið at halda fund saman, og hesaferð verður fundurin í Føroyum. Fundurin millum norðurlendsku umboðsmenninir verður í Havn í dag. Hósdagin skulu teir tríggir umboðsmenninir hitta løgtingið. Seinasta fríggjadag hevði løgtingið fund um, hvussu farast skal fram, tá føroyski umboðsmaður tingsins verður settur. Jenis av Rana, sum er formaður í nevndini, ið er sett at viðgera eina føroyska umboðsmannaskipan, sigur seg hava fingið áheitan frá einum persóni, ið bæði er áhugaður og egnaður at gerast løgtingsins umboðsmaður. Men enn er ikki greitt, hvussu farst skal fram, tá løgtingsins umboðsmaður verður settur. Mannagongdin í ørðum londum er, at tingið finnur fram til tann best egnaða. Talan er ikki um eitt starv, ið verður lýst leyst. Nøkulunda á sama hátt hugsar Jenis av Rana sær, at tað verður í Føroyum. Tosa seg á ørmundarhús Tað gerst alt meira vanligt, at næmingar ganga við fartelefon í skúlanum, og tað er ikki bara í framhaldsdeildini, men eisini í teimum yngru flokkunum. Telefonin órógvar nógv og fer eisini við einum fittum parti av lummapeninginum hjá ungum Fartelefoni hevur rættiliga vundið uppá seg seinastu tíðina, og støðan í Føroyum líkist alt meira teimum í hinum Norðurlondunum, sum hava eitt tað størsta talið av fartelefonum fyri hvønn íbúgva. Nú taka tey ungu eisini við nðggja møguleikanum, og skúlarnir hava fingið ein nýggjan trupulleika. Føroya Tele hevur við einum nýggjum átaki lagt seg eftir teimum yngru brúkarunum. Ætlanin er at veita teimum møguleikan at hava fartelefon uttan fáa ovurstórar telefonrokningar, tá mánaðurin er at enda komin. Føroya Tele Tíð verður tað nevnt. Hetta er eitt hald, har brúkarin leggur peningin á borðið, áðrenn tosað verður. Brúkarin fær eitt kort, sum gevur møguleika at tosa fyri nakrar hundrað krónur í senn, áðrenn nýtt má keypast. Um ein hevur vanligt hald, sendir telefonverkið eina rokning hvønn mánað. Tað er heldur ikki óvanligt, at ung hava vanligt hald. Ætlanin er at fáa fleiri yngri brúkarar. Hetta gevur foreldrum møguleikan at hava tamarhald á n?tsluni hjá børnunum. Fleiri foreldur velja at keypa børnunum fartelefon, og tá er best at keypa kort, so børnini ikki misnýta telefonina. Selja mest til ung 80% av teimum, sum hava fingið sær eitt Føroya Tele Tíð hald, eru ungdómar. Mest vanligt er, at tey sjálv seta eitt hald á stovn, og stýra nýtsluni sjálv. Hini haldini eru ofta til húski, sum hava eitt hald frammanundan. Vit hava eina kenslu av, at tey ungu mest nýta telefonina til at senda boð við og at verða tøk, so onnur altíð kunnu fáa fatur á einum. Tað er tó torført at meta um, hvussu nógv tey ungu brúka til fartelefonina, sigur Jónhild Rasmussen, sum er tænastumennari á Føroya Tele. Fyri at marknaðarføra tað nýggja haldið við korti, hevur Føroya Tele gjørt av, at skrivlig bo? ikki kosta nakað ta fyrstu tíðina. 1. november verður hetta tó broytt, og tá fer tað at kosta hálvaaðru krónu at senda eitt sms. Hetta hevur eisini verið gjørt, tí at Føroya Tele hevur roynt eina nýggja sms-støð í Føroyum. Í november fara øll føroysk sms um hesa stø?ina. Trupulleiki á skúlunum Føroysku fólkaskúlarnir eru eisini farnir at merkja nýggja átakið hjá Føroya Tele, sum hevur til endamáls at fáa fatur á yngri brúkarunum, sum í framtíðini eisini kunnu gerast góðir kundar. Hetta er tað sama, sum telefyritøkurnar í Danmark hava gjørt, og tað er eftir øllum at døma eydnast sera væl niðri á flatlondum og í hinum Norðurlondunum við. Finnland og Ísland eru tey londini, sum hava lutfalsliga størst tal av fartelefonum í heiminum. Símun Abrahamsen, varaskúlastjóri á Argja skúla, sigur, at tey á skúlanum hava merkt trupulleikan, og at hann er vaksandi. Fyri ta? fyrsta er tað ein kapping millum næmingarnar at hava tað flottastu og bestu telefonina, sigur Símun. Marknaðurin av fartelefonum í Føroyum er enn sera stórur hjá fyritøkum, sum selja fartelefonir. Av Føroya Tele verður sagt, at tey selja fleiri fartelefonir enn fyrr, og hvønn dag leggjast fleiri haldarar afturat. So er ta? eisini eitt ítriv í sær sjálvum at senda sms ella stutt skrivlig bo? sínámillum, sigur Símun Abrahamsen. Varaskúlastjórin metir tó ikki, at telefonirnar verða nógv nýttar í tímunum, men tað er kanska meira tí, at lærararnir ansa væl eftir, at næmingarnir ikki sita og skriva við telefonini ístaðin fyri við blýantinum. Har hevur skúlin ta stø?u, at fartelefonin er bannað í tímunum. Men næmingar eru næmingar, og tað eru óivað fleiri, sum fjasast við telefonini undir borðinum. Sama fyribrigdi er eisini á øðrum skúlum. Jógvan Martin Mørk, varaskúlastjóri á Eysturskúlanum, sigur, tey merkja eisini tað sama. Fartelefonirnar eru komnar í skúlan fyri at vera, og vit mugu tí royna at hava tamarhald á nýtsluni. Her hava vit tann politikk, at um næmingarnir verða fangaðir í at brúka fartelefonina í tímanum, verður hon tikin, og foreldrini mugu seta seg í samband við okkum fyri at fáa hana aftur. Hetta merkir, at børnini sjálv mugu fortelja heima, hví telefonin er tikin, sigur Jógvan Martin Mørk. Hesar reglur hava verið galdandi, síðan skúlaárið byrjaði, og onkur er tikin á búri og hava veri? noydd at lata telefonina frá sær. Á minni plássum er nýtslan millum næmingarnar í fólkaskúlanum eisini økt. Richard Johansen, skúlastjóri á Stranda skúla, sigur tó, at trupulleikar hava ikki verið í tímunum, men at børnini tosa og senda boð dúgliga í fríkorterunum. Enn hevur tó ikki veri? ney?ugt at seta nakað í verk fyri at tálma nýstluni. Vaksandi trupulleiki Ta? er tó heilt avgjørt ein vaksandi trupulleiki við fartelefonum á skúlanum, og tað verður spennandi at síggja, hvussu støðan verður aftaná konfirmatiónirnar, tá tey n?fermdu koma aftur í skúla. Tá eiga vit at hyggja eitt sindur álvarsamari uppá hasi tingini vi? fartelefonum, metir Símun Abrahamsen. Ta? ver?ur í løtuni reklamerað í bløðum og øðrum miðlum við fartelefonum til konfirmantin. Ein fartelefon eru heldur ikki ein serliga d?r konfirmatiónsgáva, og tí er nærliggjandi at hugsa sum Símun Abrahamsen, at fleiri ung ganga við fartelefon, aftaná prestur hevur lagt hond á høvdið. Vit halda eisini, tað er eitt sindur skelkandi, at tað ikki bara eru tey eldru í framhaldsdeildini, sum kima í heilum, men eisini tey yngru frá sjeynda flokki og niðureftir. Tað einasta vit hava tikið stig til er fyri at tálma nýtsluni er at bannað teimum í tímunum, meðan undirvísing er, sigur Símun. Á fleiri mi?námsskúlum verður við skeltum heitt á næmingarnar um at sløkkja telefonina, me?an teir eru á skúlaøkinum, tí hetta er ein trupulleiki, sum vindur uppá seg. Tað tykist tó, at fleiri fólk hava brúk fyri at læra seg at hava fartelefon. Eg kundi hugsa mær, at vit um eini tíggju ár fara at flenna eftir hesum trupulleikanum, leggur Símun afturat, tí tá hava fólk kanska fingið eina hóskandi fartelefonmentan. Rakar bankabókina meint Tað er ikki óvanligt, at ung, sum ganga í skúla, hava eina telefonrokning, sum táttar í tær túsund krónurnar um mánaðin. Tá tosað verður fyri so nógvan pening, um tað er við Teletíð ella við vanligum haldi, verður sjálvandi eitt sindur tunnligari millum krónurnar á bankabókini. Um talan er um næming, sum gongur á miðnámsskúla, og er eldri enn 18 ár, er lestrarstuðulin 2-3000 krónur um mánaðin, alt eftir um næmingurin býr hjá foreldrunum ella úti. Sjálvt um rokningin bara er niðri á teimum fimmhundrað, er hetta ein stórur partur av inntøkuni. Er talan hinvegin um fólkaskúlanæmingar, eru inntøkumøguleikarnir verri. Tey hava bara arbeiði eftir skúlatíð at dúva uppá og lummapening frá foreldrunum. Tá kann tað roynast verri at fáa pening til vega fyri at tosa í telefon. Tað tykist tó, sum átakið hjá Føroya Tele at fáa hendur á teimum yngru brúkarunum er eydnast, tí skúlarnir kenna seg noyddar at seta tiltøk í verk fyri at steðga nýtsluni. Fløga fløvar vælskapt brekað Leygardagin verður fløguútgáva, og rimmar konsert í Norðurlandahúsinum sum áhugafelagið "Vælskapt brek" skipar fyri Leygardagin 30. september skal verkætlanin hjá áhugabólkinum >>Vælskapt brek<< standa sína endaligu roynd, og verður tað í Norðurlandahúsinum í Havn. Tá kemur leingi væntaða og fjølbroytta fløgan út, eins og konsert við øllum sangunum og flestu av luttakarunum á fløguni verður um kvøldið. Um dagin verður so skipað fyri pallborðsfundi. Við á konsertini verða tey, ið eiga sangirnar á fløguni, og aftrat sær hava tey góðar og royndar tónleikarar, so framførslan skal vera so góð sum gjørligt. Tey í áhugabólkinum siga fløguna hava breitt og gott innihald, og ikki færri enn 19 sangir eru við. Alt eru hetta sangir, ið vóru við í sangkappingini, bólkurin skipaði fyri í vár. Sangkappingin eydnaðist avbera væl, og nærum 80 sangir og løg komu inn, so her hevur verið ríkiliga nógv tilfar at velja burturúr. Allur ágóðin frá fløguni verður latin Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, MBF, og Ítróttarsambandinum fyri brekað, ÍSB. Skráin fyri leygardagin er tann, at pallborðsfundurin verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum seinnapartin kl. 15. Við pallborðið sita Helena Dam á Neystabø, Torbjørn Jacobsen, Doris Hansen, Petra Joensen, Rúna Sivertsen og Thurid Askham. Um kvøldið, kl. 19.30, verður so stóra konsertin í høllini í Norðurlandahúsinum, ið telur mong av kendastu føroysku tónleikanøvnunum, so sum M.C. Restorff, Eivør Pállsdóttir, Martin Joensen, Dupultkvartettina og mong onnur. Atgongumerki til konsertina eru at fáa í forsølu í Norðurlandahúsinum. Valið í høvuðstaðnum Eg eri uppstillaður til Býráðsvalið í Tórshavn fyri Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. Onkur vil kanska spyrja, hví eg ditti mær til at stilla upp? Jú, eg eri Havnarmaður og havi alsk til Tórshavn. Eitt slag av býarpolitiskari verndarskyldu, um eg kann orða tað soleiðis. Fráfarandi býráð undir Tjóðveldisleiðslu hevur roynst væl fyri Tórshavn. Vert er at nevna góðu og nógv batnaðu fíggjarstøðuna hjá býnum. Eg loyvi mær at halda at við mínum vinnulívsroyndum kann eg gera nakað konstruktivt í komandi valskeiði soleiðis at ein góður býur verður munandi betri. Einahelst vil eg royna at útvega vinnulívinum so góðar arbeiðsumstøður sum til ber. Tað er ein sannroynd, at eitt virkið vinnulív gevur tann tryggleika og tær sjálvsøgdu socialu umstøðurnar sum vælferðarsamfelagið Tórshavn krevur. Vinnulívið í Tórshavn má hava optimalar umstøður. Komandi Býráð má kveikja og menna nýtt virksemi innan økir sum gransking, IT tøkni og bio medicin. Sera stórur tørvur er á einari altjóða kongress og granskingarmiðstøð í Tórshavn. Býráðið má bróta upp úr nýggjum á hesum og øðrum nýskapandi vinnuøkjum. Tað eigur at motivera og ganga undan við kreativari nýhugsan. Eitt virkið, fjøltáttað Vinnuráð skal stovnsetast. Í Havnini búgva ídag umleið 1.300 fólkapensionistar. Hetta tal fer at økjast nógv komandi árini og skulu sømulig kor verða tryggjaði okkara eldru borgarum. Eini 400 børn tørva enn dagstovnapláss, eisini ein stór átrokandi uppgáva sum má loysast. Ítrótturin og ein renningarbreyt skulu hava neyðugar sømdir. Tórsvøllur skal gerast liðugur. Ferðslan í høvuðsstaðnum er alsamt vaksandi við nógvum vandum fyri okkara børnum og eldri fólki. Her skulu broytingar til. Við vaksandi oljuprísum fer tørvurin á kollektivari ferðslu at økjast. Vit eiga at taka støðu til flogvøll á Glyvursnesi hóast undirsjóartunnil til Vágarnar. Kanningar sum eru lidnar tosa í flestu førum fyri hesum vølli og vil hesin eisini geva nógv nýtt virksemi í Suðurstreymoy. Fráfarandi Býráð hevur gjørt góðar avtalur við aðrar býir um samvinnu. Komandi Býráð skal verða sera virkið við sínum altjóða sambondum. Nógv er gjørt fyri mentunarlívið í Tórshavn, men ikki er komið á mál. Okkara mongu kreativu listarfólk hava ikki teir figgjarligu karmar og umstøður sum ynskiligt er. Mentanin í Havnini skal stuðlast við munandi størri upphæddum. Støðugt økjandi virksemi í Føroyum, ferðamannavinnan, oljuvinnan og batnandi búskaparligu umstøðurnar yvirhøvur fara at seta sera stór krøv til Havnina og til førleikan hjá nýggja Býráðnum.Hetta verður ein stór avbjóðing. Tórshavn skal heldur ikki verða ov bundin av íløgukarminum hjá Landsstýrinum. Havnin hevur ein íløgutørv uppá slakar 700 Mió og hevur eina sjálvsøgda serstøðu sum Høvuðstaður Føroyinga ! Eg vil sera fegin frætta frá tær hvat tú sum Havnarborgari heldur? Hvat kann verða betri fyriskipað og hvat krevst av ábótum og broytingum? Eg vil verða glaður fyri ein email ella eitt fax við tínum viðmerkingum. (E-mail: johan_m@post.olivant.fo Telefax : 31 13 18) Johan Mortensen Valevni fyri Tjóðveldisflokkin Bíðirøðirnar skulu burtur Í langa tíð hevur barnaansingartrupulleikin verið stórur í Tórshavnar kommunu, og 365 børn standa í dag á bíðilista til ansingarpláss. At støðan er vorðin henda, stavar ikki minst frá tí veruleika, at Havnin er tað staðið, har øll vilja búgva. Tilflytingin, bæði av bygd og úr øðrum londum, hevur vundið so nógv upp á seg, at trupulleikin við barnaansingini samstundis er vaksin við rúkandi ferð. Ítøkiliga verður nú farið undir at loysa trupulleikan, soleiðis at 122 nýggj ansingarpláss koma í ár, 230 í næsta ár og so 92 aftur í 2002. Harumframt tekur frítíðarskúlin 50 børn fleiri í næsta ár og 100 aftrat í 2002. Ansingartørvurin verður tó bara nøktaður 90 prosent, tá hesi 444 barnaansingarplássini eru komin aftrat. Her vantar framvegis nakað í, áðrenn tørvurin er nøktaður 100 prosent. So mikið meira eigur dentur at verða á at nøkta tørvin út í æsir, tí fáa øll hesi foreldrini børnini ansað, fer tað at skapa øktan produktivitet í kommununi. Og tað gagnar jú í síðsta enda bæði foreldrum, kommunu og samfelagnum sum heild. Nú er loyst úr lagdi í hesum máli, men fyri framman eiga vit at hava sum mál at fáa loyst allan barnaansingartrupulleikan. Tað er ongantíð í lagi, at foreldur ikki kunnu fáa børn síni ansað. Fyrst og fremst má politisk semja fáast um at seta pening av til endamálið, og at barnaansingin verður raðfest frammarlaga, tí hetta er eitt átroðkandi mál. Í framtíðini skal tað vera heilt náttúrligt, at allar kommunalar útstykkingar fevna um barnaansing, so trupulleikarnir verða loystir miðvíst, bæði lokalt og í síni heild. Hesum vil eg framhaldandi arbeiða fyri! Heðin Mortensen, býráðslimur Oljan dýrkar ruskhitan Orsøkin til hækkandi prísirnar á fjarhita eru høgu oljuprísirnir. Hetta hóast Fjarhitafelagið als ikki nýtir olju Vit hava ikki framt nakra príshækking, so hasin spurningurin er skjótt svaraður, sigur stjórin í Fjarhitafelagnum, Jóannes Hansen, tá vit spyrja hann um fráboðaðu prísbroytingarnar hjá fjarhitafelagnum. Víðari greiður stjórin frá, at Fjarhitafelagið øll árini hevur havt ein príspolitikk, har roynt hevur verið at fylgt oljuprísunum so væl sum gjørligt. Flestu árini hevur hetta ikki verið nakar trupulleiki, tí oljuprísirnir hava verið somikið støðugir, men seinastu tíðina hevur prísvøksturin á olju verið sera ógvusligur, og hesum hava vit so valt at leggja upp fyri nú. Vanliga hevur ta?ð annars verið soleiðis, at prísbroytingar ikki merkjast fyrr enn 1. januar, tí nýtararnir gjalda á conto gjøld gjøgnum árið, og ein møguligur munur verður síðani útjavnaður árið eftir. Vit hava tó valt at økja um gjaldið nú, so hækkanin ikki hevði verið ov ógvuslig komandi ár. Brúkarin skilir einki Tað eru annars nógvir fjarhitanðtarar, sum standa spyrjandi, nú teirra orkugjald fer upp við 35% restina av árinum, bert tí oljuprísurin er uppfarin. Fjarhitin er jú als ikki tengdur at oljuni. Til hetta svarar stjórin í felagnum, at Fjarhitafelagið ongar bindingar hevur í so máta. Kundar okkara hava eitt lyfti um, at orkuprísurin hjá teimum ikki fer upp um tað, sum verður goldið, um olja varð nýtt ístaðin. Tey hava ongantíð fingið lyfti um, at tey skulu rinda minni enn aðrir borgarar í Havnini, og politiskt hevði hetta helst heldur ikki verið rætt, tó at eg sjálvur einki havi at gera við tann politiska partin. Hugsar frameftir Umframt at vísa á, at avgerðin er í tráð við vanliga príspolitikk felagsins, vísir Jóannes Hansen eisini á, at Fjarhitafelagið hevur tørv á at konsolidera seg fíggjarliga. At felagið ber seg í dag, merkir ikki, at peningur er tøkur til eina framtíðar endurnýggjan av ognunum. Tað kann væl vera, at henda endurnýggjan liggur langt frammi í tíðini, men til ta tíð er neyðugt, at felagið hevur neyðugu fíggjarligu orkuna. Í hesum sambandi kann leggjast afturat, at tá gamla Fjarhitafelagið fór av knóranum, keypti Bðráðið ognirnar á uppboðið. Prísurin tá var sjálvsagt væl lægri, enn hann var, tá ognirnar upprunaliga vórðu keyptar. Hetta verður tó ikki galdandi við eini framtíðar endurnðggjan, og tí er neyðugt, at felagið vinnur væl meira av peningi inn, enn til avskrivingarnar, sum jú eru grunda?ar á lægra keypsprísin. At enda leggur stjórin afturat, at hansara persónliga fatan er, at oljuprísurin væntandi fer at lækka nakað komandi árið, og at um so er, fylgir prísurin á fjarhitanum sjálvsagt við. Sostatt er líkt til, at orkukprísirnir fylgja oljuprísunum. Líkimikið um orkan kemur frá olju ella ikki. Króna ella Evra - hava føroyingar onki val? Danska fólkaatkvøðan um evruna stendur fyri durðum, og enn er rættiliga óvist, hvussu danir fara at atkvøða Eitt er tó vist, og tað er, at uttan mun til hvussu danir atkvøða, so kemur tað at ávirka okkum: velja danir evruna heldur enn krónuna, so fáa vit eisini evruna sum gjaldoyra; vraka danir evruna, so varðveita vit donsku krónuna sum okkara gjaldoyra. Men hví skulu vit nú tað? Fólkaatkvøðan og Føroyar Danskir politikarar, sum eru ímóti evruni, hava í donskum og føroyskum fjølmiðlum boðað frá, at teir halda at Føroyar og Grønland sum partar av danska ríkinum eisini áttu at atkvøtt á komandi fólkaatkvøðu í Danmark. Landsstýrini í Føroyum og Grønlandi hava hinvegin tikið avgerð um at vit ikki skulu atkvøða, tí vit eiga ikki at avgera, hvussu gjaldoyra hjá dønum skal eita ella síggja út. Hinvegin er tað ein sannroynd, at vit í dag brúka danska gjaldoyrað, og at vit verða rakt, um danir velja evruna. Tá vit nú siga við danir og umheimin, at vit ikki vilja atkvøða saman við dønum um evruna, so má tað merkja, at vit sjálvi vilja sleppa at avgera, hvussu gjaldaoyrað í Føroyum skal eita og síggja út. At vit so kanska ikki hava so nógv í at velja, tað er ein onnur søk, men eg haldi út frá hesum, at rættast kortini hevði verið, um vit sjálvi gjørdu av, hvat okkara gjaldoyra skal verða, t.d. við einari fólkaatkvøðu í Føroyum, óhefta av donsku fólkaatkvøðuni. Tað má vera tað mest rímiliga, at føroyingar eisini verða eftirspurdir, hvat gjaldoyra vit skulu brúka. Eitt føroyskt gjaldoyra? Sambært føroyskum búskaparfrøðingum, so er nógv sum talar ímóti, at vit føroyingar skulu hava okkara egna føroyska gjaldoyra. Bara umsitingin av einum føroyskum gjaldoyra hevði ivaleyst verið so dýr, at tað hevði verið til størri ampa enn gagn fyri føroyska samfelagið. Men hóast hettar, so eiga føroyingar sjálvir at avgera hvat gjaldoyra, vit skulu brúka serliga nú gjaldoyraspurningurin er so nógv frammi í Evropa, og ikki minst tá havt verður í huga, at Føroya Landsstýri arbeiðir við einari ætlan um at Føroyar skulu verða sjálvstøðugt land. Skulu vit hava evruna, krónuna, dollaran ella pundið? Um nú danir velja evruna, so fer ikki at bera til hjá okkum at halda fast um donsku krónuna, tí so verður hon líka so dýr fyri okkum at umsita, sum eitt sjálvstøðugt føroyskt gjaldoyra, og tað hava vit longu frammanundan vrakað. Eru so aðrir møguleikar? Kunnu vit t.d. ikki brúka norsku ella íslendsku krónuna sum gjaldoyra? Føroyska vinnulívið líkist meira vinnulívinum í hesum báðum londum, enn vinnulívinum í Danmark, so hví ikki? Eg havi sum so slett ikki tikið støðu til, hvussu okkara gjaldoyra skal eita framyvir, men eg haldi vit mugu taka hendan spurningin upp her hjá okkum eisini, skulu vit ikki verða eftirbátar, og enda aftur í einari støðu, har vit fara at kenna tað sum um onkur hevur kroyst nakað oman yvir okkum, uttan okkara, ella kanska ímóti okkara vilja og so kunnu vit skeldast inn á tað. Latið okkum sleppa at velja! Um nú danir á fólkaatkvøðuni velja evruna sum gjaldoyra, verður evran í somu løtu okkara gjaldoyra. Tá verður sera trupult at velja nakað annað gjaldoyra, og tað er heldur ikki vist at tað tá gagnar okkum at velja eitt annað gjaldoyra. Sambært búskaparfrøðingum er evran eitt betri gjaldoyra fyri føroyingar enn danska krónan. Men hvat gera vit so, um danir hinvegin vraka evruna? So koma vit í eina støðu har vit reelt sjálvi kunnu velja um vit vilja halda fram við donsku krónuni, ella um vit vilja hava evruna ella okkurt annað gjaldoyra. Danir ætla sær at broyta gjaldoyra, uttan at spyrja føroyingar eftir, so tað má eisini galda hinvegin. Eg eri sannførdur um, at føroyingar sjálvir mugu sleppa at velja, tí einans á tann hátt fáa vit tað neyðuga orðaskiftið her í Føroyum, sum skal til fyri at vit føroyingar skulu fáa eitt gjaldoyra, ið vit kenna okkum trygg við, og hava nakað forhold til. Latum okkum tí, beinanvegin sum úrslitið av donsku fólkaatkvøðuni fyriliggur, áseta ein dag fyri einari føroyskari fólkaatkvøðu um gjaldoyra. Fáið búskaparfrøðingar at seta upp ein lista við 2-4 gjaldoyrum, sum hóska best til okkara búskap, og latið so okkum sleppa at velja sjálvi hesa ferð! Arnbjørn Ó. Dalsgarð Oddagrein: Stovnið ein vanlukkugrunn Vit hava aftur fingið eitt talandi dømi um, at okkum vantar ein -vanlukkugrunn - ella ein katastrofugrunn, sum kanska er tað rættara heitið. -Eftir tað nógva glopraregnið og tey mongu skriðulopini er aftur -spurningurin: -Hvør skal nú betala? Tey mongu skriðulopini, og tað, at vatnið floymdi yvir her og har, hevur -havt ómetaligan skaða við sær. Skaðar, sum tað tekur langa tíð at gera -aftur, og sum kosta nógv. Harafturat kemur tann menniskjaliga orkan og -ampin, sum eisini ger seg galdandi. Úr Kalsoynni frættist, at fleiri túsund litrar av mjólk eru farnir í havið. -Vegirnir eru ikki gjørdir aftur, so bøndurnir norðan til á oynni sleppa ikki -suður á Syðradal við mjólkini. Teir hava tí ikki havt annað val, enn at -skrúva botnventilin frá, og lata mjólkina renna út í Kalsoyarfjørð. Hetta er -ikki bara harmiligt, men stór skomm! Hetta er so aftur eitt dømi um ábyrgdarloysi hjá myndugleikunum og eitt dømi -um, at okkum vantar eina tilbúgvingarskipan. Ikki fyrr enn týsdagin - eina -viku eftir skriðulopini - vóru menn frá Landsverkfrøðinginum í Kalksoynni og -mettu um skaðarnar. Sjálvandi skuldi hetta verið gjørt beinanvegin. Metti -Landsverkfrøðingurin tá, at tað lat seg ikki gera at bøta skaðarnir -beinanvegin, átti stovnurin at borið so í bandi - helst saman við -Vinnumálastýrinum -, at bøndurnir sluppu av við mjólkina á ein ella annan -hátt - við skipi ella tyrlu. Okkum er ikki greitt, um bøndurnir bara vera við sviðusoð og missa peningin, -teir annars áttu havt fingið fyri mjólkina, ella um teir kunnu fáa virðið -endurgoldið. Men er eingin trygging á hesum øki, kundi ein vanlukkugrunnur -komið væl við. Tað sama ger seg galdandi hjá Klaksvíkar kommunu. Fyribils havur tekniska -deildin mett, at tað fer at kosta slakar fimm milliónir krónur at umvæla -skaðarnar, men fleiri skaðar kunnu koma til sjóndar seinri. Klaksvíkar -kommuna hevur ikki pengar tøkar til slíkar ábøtur, og rokningin verður tí -send landsstýrinum. Landsstýrið skal so útvega sær eina eykajáttan, um -landsstýrið samtykkir at ganga umbønini á møti. Eisini í slíkum føri kundi -ein vanlukkugrunnur komið væl við. Tað sama ger seg galdandi fyri tey, sum eru við í hjálpar- ella -bjargingararbeiði, tá ástendur. Tey kunnu fáa skaða á sjálvan seg, klæði, -bilar ella bátar, og ivi er, um nøkur trygging tekur við. Her eru tí fleiri -dømi um, at vit áttu at stovna ein vanlukkugrunn - ongatíð ov skjótt! Øll skulu hava pláss At fáa ansingarpláss skal vera ein sjálvfylgja í einum livandi býi. Tí mugu vit hava sum aðalmál, at øll børn í Tórshavnar kommunu skulu hava tilboð um barnagarðspláss, tá tey ynskja tað. Og júst tí hevur sosiala nevnd samtykt at økja um ansingarplássini næstu árini, soleiðis at bíðilistin er burtur í 2003. Í hesi ætlan hava vit tikið hædd fyri stóru tilflytingini til høvuðsstaðin, sum eftir øllum at døma fer at halda fram. Úrslitið av ætlanini er, at vit í Tórshavnar kommunu fáa nøktað tørvin á barnaansing 100 prosent innan hesi trý árini. At tørvurin á barnaansing verður nøktaður 100 prosent er ein treyt fyri trivnaðinum í einum framkomnum samfelag. Tí er tað einki annað enn nátúrligt fyri okkum í Javnaðarflokkinum, at øll fáa pláss. Komin væl áleiðis Í ár verða 92 barnagarðspláss klár at taka í nýslu. 52 teirra í útbarnagørðum ymsastaðni í býnum, og hini 40 ávikavist í Býlingahúsinum á Ternuryggi og í býlingahúsinum millum Gilja. Nýggi barnagarðurin í Vesturbýnum letur væntandi upp komandi summar. Í hendan stovnin sleppa 60 børn inn. Ein fyritøka í býnum hevur ætlanir um at gera ein stovn til 30 børn. Hetta verður helst veruleiki um stutta tíð. Tilsamans gevur hetta pláss fyri 162 børnum. Í løtuni verður arbeitt fyri at fáa fleiri dagrøktarheim, soleiðis at 80 børn afturat kunna fáa tilboð um dagrøktarpláss í verandi dagrøktarskipan. Ætlandi verður tørvurin á barnagarðsplássum til børn í aldrinum 3-7 ár nøktaður komandi summar. Hetta kemst av, at útbyggingarnar seinastu árini hava verið stovnar til børn í 3-7 ára aldri. Fleiri vøggustovur Nú er tíðin komin til minstu børnini. Vit skulu byggja vøggustovur ella smábarnastovur, soleiðis at foreldur veruliga kunna velja hvørja skipan tey ynskja til síni børn. Møguleiki skal vera fyri frítt at velja millum vøggustovu ella dagrøkt. Soleiðis skapa vit grundarlag fyri trivnaðinum hjá børnunum, foreldrunum og ikki minst arbeiðsplássunum. Ein væl virkandi barnaansing, ið nøktar tørvin 100 prosent, er nevniliga til eins stóran fyrimun fyri arbeiðsplássini, sum hon er fyri børn og foreldur. Tí skapar barnaansingin eisini gróður fyri einum livandi vinnulívi. Fyri at tryggja, at endamálið verður nátt, skal kommunan á hvørjum ári í sambandi við fíggjarætlanina endurskoða málsetningin soleiðis, at útbyggingin av ansingarplássum alla tíðina er í trá við barnatalið í kommununi. Elin Lindenskov, býráðslimur og valevni fyri Javnaðarflokkin www.lindenskov.com U-16 dreingirnir vóru vónbrotnir Niðri í Hollandi skoraði Hvítarussland einasta málið, tá vanliga leiktíðin var væl og virðiliga farin Føroysku U-16 dreingirnir vóru sera vónbrotnir mikukvøldið. Í Gemert, sum liggur einar fjøruti kilometrar uttanfyri Eindoven í Hollandi, taptu Føroyar fyrsta dystin í EM undankappingarumfarinum 1-0. Mótstøðulandið var Hvítarussland, og einasta málið kom, tá klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, sum er tvær ferðir fjøruti minuttir. Hvítarussararnir myndaðu álop í vinstru, ein langur bólturin varð sendur tvørtur um, og úr brotsteigarma rkinum varð smekkað í handara stólpan og í málið. 1-0 til Hvítarussland, føroyingarnir góvu bóltin upp á miðjum vølli, og so bríkslaði dómarin fyri at dysturin var liðugur. Væl skipaðir Úrslitið boðar frá, at tíðin er farin, tá føroysk ungdómslandslið hvørja ferð eru kanónføði úti í stóru verð. Nú er málið at fáa mál og at vinna stig, men tað tykist ganga eitt sindur striltið. Jógvan Marin Olsen hevur høvuðsábyrgdina fyri øllum teimum yngru landsliðunum. Hann er ferðaleiðari í Hollandi. Mattias Davidsen er venjari hjá u-16 dreingjunum. Hjálparvenjari hjá honum er Pætur Clementsen. Mikukvøldið høvdu vit Jógvan Martin Olsen í telefonini: Okkara dreingir vóru væl skipaðir, og serliga í 1. hálvleiki vóru teir leikliga omaná. Teir spældu fótbólt og sparkaðu lítið. Tíverri vóru teir so óhepnir, at verjukrumptappurin, Rani D. Christiansen, longu í 7. minuttinum noyddist av vøllinum. Hann hevði fingið ein snudd í knæið, og tað er óvist, um hann verður við í teimum báðum dystunum, sum eru eftir. Jógvan Martin greiðir frá, at føroyingar høvdu tveir stórar møguleikar at fáa mál. Miðskeiðis í 1. hálvleiki vóru tað Ingi Højsted og Jann Ingi Petersen, sum eftir miðásinum myndaðu eitt álop. Jann Ingi stakk bóltin til Bjarna Jørgensen, sum gjørdist blankur í brotsteiginum, men málverjin bjargaði. Longu tá seinna umfarið bara var tveir minuttir gamalt, tiltuskaði Bjarni Jørgensen sær ein góðan møguleika, sum ikki gav ta úrtøku, sum átti at komið burturúr. Bjarni sneiddi tríggjar av sær, áðrenn hann stakk bóltin ímillum beinini á aftasta manninum og gjørdist einsamallur við málverjanum. Tíverri fór bólturin við síðuna av málinum. Jógvan Martin heldur, at mótstøðuliðið, sum var skipað eftir 4-4-2 spæliháttinum, hevði bóltin meiri í 2. hálvleiki. Teir spældu við longum sendingum, og teir løgdu nógvar bóltar innfyri málið, men teir vóru ikki serliga vandamiklir. Málleysi javnleikurin tóktist vera bjargaður, og so var tað, at stigið glapp føroyska liðnum av hondum. Vertirnir eru á skránni Føroyska liðið skal spæla aftur í kvøld. Tá verður Holland mótstøðuliðið. Dysturin verður spældur á einum staði, sum kallast FC Schijndel. Holland spældi mikukvøldið fyrsta dystin á sama staði, har Føroyar og Hvítarussland spældu. Mótstøðuliðið hjá Hollandi var Ísland. Úrslitið var 1-1, og tað vóru íslendingarnir sera fegnir um. Holland hevði stóra yvirvág í 1. hálvleiki, men teir megnaðu ikki at fáa mál burturúr møguleikunum. Í 2. hálvleiki var yvirvágin uppaftur størri, og tá fekk Holland eitt mál. Íslendingarnir vóru treiskir, og í yvirtíðini fingu teir lønina. Tá bríkslaði dómarin fyri brotssparki til Ísland, og so var úrslitið 1-1. Føroyar skulu spæla ímóti Íslandi leygardagin. Ímóti Hvítarusslandi sá liðið soleiðis út: Sámal Jóhan Samuelsen, EB/Streymur - Rókur F. Jespersen, HB, Áki Petersen, ÍF, Rani D. Christiansen, HB (Marni Djurhuus, EB/Streymur, 7.), Aksel Petersen, B68 - Hanus Eliasen, ÍF, Jann Ingi Petersen, liðformaður, B68, Ingi Højsted, B36, Rasmus Nolsøe, TB - Mortan Johannesen, B36 (Magnus Skoralðíð, LÍF, 58.), Bjarni Jørgensen, HB (Andy Olsen, NSÍ, 75.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn vóru Annfinn í Bartalsstovu, GÍ, Bjarki Danielsen, NSÍ, Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur og Eli Thorsteinsson, HB. Umframt venjaran, hjálparvenjaran og ferðaleiðaran eru í u-16 landsliðsferðalagnum Leif Egholm, sum er liðleiðari, og Fanny Kruse, sum er fysioterapeutur. Nógvir, sum liva av at selja og keypa fótbóltsspælarar, fylgja EM undankappingarbólkinum í Hollandi. Millum hesar er Jákup í Stórustovu. FCK økist Egin sjónvarpsrás er næsta mál á skránni hjá stórfelagnum, sum meira enn nakað annað hevur prógvað, at eitt fótbóltsfelag er meira enn fótbóltur Tá Manchester United, Lazio og onnur stórfeløg gera tað sama, hví skal FCK so ikki eisini fara í gongd. Stjórin í FCK, Flemming Østergaard, hevur fyrr prógva, at hann ikki er bangin fyri at fara undir nýskapandi ætlanir, og nú tykist tann næsta at vera ávegis. Egna sjónvarpsstøð Danska Tipsblaðið skrivar nevnliga, at FCK nú er komið væl áleiðis í ætlanunum at gera egna sjónvarpsstøð. Tað kann skoytast uppí, at hóast hetta ikki er nakar ríkandi handil hjá teimum feløgum, sum í dag hava egna rás, so verður roknað við, at hetta kann kasta nógvan pening av sær í framtíðini. Orsøkin er heilt einfalt tann, at í framtíðini verða sjónvarpsrættindi helst ikki longur seld sum ein samlað vøra, har t.d. TV3 kann keypa øll rættindi til donsku superliguna. Hinvegin verða tað tey einstøku feløgini, sum hvørt í sínum lagi selur rættindi til sínar dystir, ella tey velja at standa fyri varpingunum sjálvi umvegis egnu sjónvarpsrás sína. Framman undan hesum, hevur FCK longu egna útvarpsstøð. Keypa AGF Nýggja tøknin tykist tó ikki vera einasta økið, sum Flemming Østergaard hevur áhuga fyri. Í samrøðu við danska Ekstra-Blaðið vísir FCK bossurin á, hvussu stórar fyrimunir tað kundi givið, um tað var loyvt FCK at keypa partabrøv í øðrum fótbóltsfeløgum, sum eitt nú kreppurakta AGF. Fyribils verður ein slíkur handil tó av ongum, tí altjóða reglur forbjóða, at sami eigari hevur munandi ávirkan í tveimum feløgum í somu deild. Roknað verður nevnliga ikki við, at Flemming Østergaard hevur áhuga í at seta pening í eitt nú AGF, um hann ikki samstundis sleppur at hava munandi ávirkan. Orsøkin til bannið fyri slíkum handlum er ótti fyri avtalaðum úrslitum, men hesum er Østergaard tó ikki bangin um. Hann sigur seg ikki kunna ímynda sær, at tvey feløg, har bæði leiðsla, venjari og leikarar taka starv sítt í álvara, høvdu gingið við til slíkt avtalað spæl. Fyribils verður hesin spurningurin tó ikki aktuellur, tí lógirnar sum sagt forbjóða slíkum handlum. AGF verður bjargað Hóast fíggjarliga dimmalættingin verður søgd at nærkast, so gongur tað framvegis striltið at fáa stig til høldar Felagið hjá Óla Johannesen er framvegis í tungum sjógvi. Fíggjarliga støðan er sera vánalig, og á vøllinum gongst framvegis illa at fáa úrtøku. At avrikini á vøllinum ikki eru í topp varð enn eina ferð sligið fast mánakvøldið. Tá hevði AGF vitjan av botnliðnum úr Haderslev. Úrslitið var 1-1 javnleikur. Tað hevði við sær, at Haderslev tvífaldaði stigatalið upp í tvey. Haderslev kom á odda í 14. minutti, og AGF javnaði í 33. minutti. Bæði málini vórðu stútað. Síðstu løtuna stríddist AGF við tíggju monnum. Hetta var fjórða ferðin í hesum kappingarárinum, at ein av AGF spælarunum fekk reytt kort. Óli Johannesen var ikki á liðnum hesa ferð. Hann var leikbannaður. Í AGF høvdu teir frammanundan sagt, at tað var lívs neyðugt at fáa øll trý stigini. Men javnleikurin var nóg mikið til í fyrstu atløgu at lyfta teir upp um niðurflytingarstrikuna. AGF hevur tíggju stig. Tað hevur Herfølge eisini, men Herfølge er á støðutalvuni niðanfyri strikuna, meðan AGF er beint omanfyri. Herfølge hevði eina sera vánaliga byrjan upp á kappingarárið, men teir hava ment seg síðstu vikurnar. AGF hevði eina góða byrjan, men nógvu tær seinastu vikurnar hevur tað gingið illa. Í donskum fjølmiðlum hevur teir seinastu dagarnar verið gjørt nógv burturúr, at nú hava spælararnir í AGF fingið at vita, at felagið verður bjargað. Fleiri innanhýsis bólkar eru settir, og hesir arbeiða við at finna út av, hvussu felagið skal skipast í framtíðini. Enn er einki komið framum, hvussu peningurin skal fáast til vega. Men lyfti er givið um, at ein loysn heilt skjótt verður løgd á borðið. Sunnudagin skal AGF spæla á útivølli ímóti Viborg. OB skal sunnudagin spæla á útivølli ímóti AB. Mánakvøldið fær Herfølge vitjan av FCK. Tann dysturin verður vístur á TV3+. Jákup í europeiska eldin í kvøld Viborg vísti í fyrrakvøldið, at tað ikki stendur so heilt illa til hjá dønum í Europa Cup Í kvøld skal einasti føroyingurin, sum framvegis tekur lut í europeisku kappingini, aftur í eldin. Talan er um Jákup Mikkelsen, sum á heimavøllinum í Herfølge skal verja málið, tá AIK Stokholm kemur á vitjan. Útgangsstøðan hjá Herfølge er so mikið góð, at teir verða mettir at vera favorittar at sleppa víðari í kappingini. Fyri fjúrtan døgum síðani var Herfølge í Stokholm. Ta ferðina fór einki mál ígjøgnum hjá Jákupi. Herfølge vann 1-0. Í Europa Cup hava mál á útivølli stóran týdning, og tí verður mett, at Herfølge eigur at hava góðan møguleika at vera í hattinum, tá teir fríggjadagin fara at draga um, hvussu liðini skulu hittast í næsta umfarinum í UEFA Cup. Glottin Í Danmark hevur tað tær báðar seinastu vikurnar verið nógv tosað um, at donsku liðini hava staðið seg so vánaliga í Europa Cup. Í fyrrakvøldið var kortini talan um ein glotta. Viborg, sum hevði megnað málleysan javnleik á útivølli ímóti CSKA Moskva, vann 1-0 á heimavølli og spældi seg harvið víðari í kappingini. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum. So varð spælt tvær ferðir eitt korter longd leiktíð, og tá eydnaðist tað Viborg at fáa eitt mál. Umframt Herfølge fara Brøndby og AB at royna seg í kvøld. Hvørki av hesum liðunum verður mett at hava serligar møguleikar at spæla seg víðari í kappingini. Úr evra Fútin fer at ákæra Tórbjørn Eftir áheitan frá Søfartsstyrelsen fer fútin í næstum at reisa ákæru móti Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, fyri brot á sjóreglurnar, tá hann rendi á land við skipi sínum Ein av komandi døgunum verður ákæra reist móti Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni. Tað er danska Sjóferðslustýrið, ið hevur heitt á fútan um at reisa ákæru móti landsstýrismanninum fyri brot á sjóreglurnar í sambandi við, at hann 11. januar í ár rendi á land við skipi sínum, Halgafelli. Ákæran er ikki reist enn, men Mogens Nepper Kristensen, fúti, sigur við Sosialin, at tað er vanlig mannagongd hjá fútanum at fylgja áheitanum frá slíkum stovnum, sum Sjóferðslustýrinum. Umhugsar støðuna Tórbjørn Jacobsen boðar sjálvur í tíðindaskrivi frá, at hann hevur fingið bræv frá Sjóferðslustýrinum, har hann verður kunnaður um, at Sjóferðslustýrið hevur heitt á fútan um at reisa ákæru. Men Tórbjørn Jacobsen vísir tó á, at hann enn einki hevur hoyrt frá fútanum, og tí hendir enn einki í málinum. Tá Landfogeden på Færøerne einaferð hevur viðgjørt málið og er komin til eina niðurstøðu, fer undirritaði at taka málið upp av nýggjum og meta um hvørjar møguligar politiskar avleiðingar málið skal fáa, skrivar Tórbjørn Jacobsen í tíðindaskrivinum. Landsstýrismaðurin ætlar sær sostatt ikki sjálvur at taka stig til nakarar politiskar avleiðingar fyrr enn fútin er komin til eina niðurstøðu í málinum. Í Føroyum hava vit enn onga siðvenju fyri, hvørjar politisku avleiðingarnar eru, tá ákæra verður reist móti landsstýrismanni. Einasta dømi, vit kenna, er tá John Petersen varð sitandi sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hóast hann var ákærdur fyri neyðtøku. Í ørðum londum er ein ákæra nóg mikið til, at ein ráðharri tekur avleiðingarnar og fer úr sessinum. Torført mál Løgmaður visti einki um brævið frá Sjórferðslustýrinum, fyrr enn Sosialurin bað hann um viðmerkingar til málið seinnapartin hósdagin. Tí fekk løgmaður ikki sagt, hvørjar stig, hann fer at taka í málinum. Men løgmaður ásannar, at hann hevur ein trupulleika, tá ákæra verður reist móti einum landsstýrismanni. Løgmaður vísir tó á, at valbærið ikki verður tikið frá løgtingslimi fyrr enn dómur, ið ljóðar á meira enn fýra mánaðir í fongsli, er feldur móti honum. Anfinn Kallsberg, løgmaður fer nú at kanna málið nærri. Løgfrøðingur, Sosialurin hevur tosað við, sigur, at líknandi ákærur oftast enda við bót og møguliga hefti. Danir siga nei! Stóra exit-poll kanningin hjá TV2, sum varð almannakunngjørd klokkan 13 í gjár vísur, at nei-síðan vinnur evruvalið. Men óvissur eru knýttar at forsøgnini. Eru úrslitini í higartil størstu veljarakanningini eftirfarandi, so verður ikki neyðugt hjá dønum at venja seg við, hvussu nógvar evrur ein pakki av mjólk kostar. Sambært kanningini, sum TV2 almannakunngjørdi beint áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár, vil ein lítil meiriluti av danska fólkinum varðveita donsku krónuna. Kanningin er ein sokallað exit-poll kanning og vísur, at 52,5 prosent av veljarunum siga nei til evruna. 47,5 prosent siga ja. TV2 hevur verið uttanfyri valhølini kring landið og spurt 6297 fólk, hvar tey settu krossin. Hóast hetta ikki er nógv, tá ið hugsað verður um, at meira enn fýra milliónir danir hava atkvøðurætt, so er kanningin tann higartil greiðasta ábendingin um endaliga úrslitið. Spurningurin er kortini, um kanningin fer at broyta støðuna hjá fólki, sum ikki hava verið á vali enn og sostatt beinleiðis ávirka endaliga úrslitið. Sum vit skriva inni í blaðnum, so finnast politikkarar og serfrøðingar at TV2, tí sjónvarpsstøðin valdi at almannakunngera kanningina, seks tímar áðrenn valhølini lótu aftur. Óvissan, sum er knýtt at kanningini, er umleið 3 prosent, og sostatt kann endaliga úrslitið broytast til eitt ja. Eisini vísa serfrøðingar á, at fólk, sum starvast í danska vinnulívinum, eru von við at atkvøða seinnapartin, og millum teirra eru fleiri ja-sigarar enn nei-sigarar. Alt hetta ger, at tað skulu sera fáar atkvøður til at flyta endaligu avgerðina frá nei til ja. Valluttøkan til fólkaatkvøðugreiðsluna í gjár var stór. Tá ið valhølini høvdu verið opin í tríggjar tímar, høvdu 21,7 prosent av veljarunum verið á vali, og tað eru 2,5 prosentstig fleiri enn á ES-atkvøðugreiðsluni fyri tveimum árum síðani. Valserfrøðingar roknaðu í gjár við, at endaliga valluttøkan fór at nærkast 86 prosentum. Kommunuvalið verður útsett Rættarnevndin mælir eftir áheitan frá løgmanni løgtinginum til at útseta kommunuvalið til 21. november Rættarnevndin tók í gjár undir við eini áheitan frá løgmanni um broyta dagfestingina fyri komandi kommunuvali soleiðis, at valið verður 21. november. Í broytingaruppskotinum til løgtingslógina um val til allar føroyskar kommunur stendur, at valið skal fara fram annan týsdag í november. Men hetta heldur løgmaður vera ov tíðliga í ár, av tí at lógin um kommunuvalið skal lýsast seks vikur framman undan valinum. Tað vil siga, at lógin skuldi verið lýst í seinasta lagi 3. oktober. Og tá hevur tingið ikki havt stundir at havt uppskotið til aðru og triðju viðgerðar. Hesum tekur rættarnevnin undir við, og mælir í áliti sínum løgtinginum til at skoyta upp í lógina, at fyrsta valið eftir nýggju lógini fer fram týsdagin 21. november. Veljarakanningar skulu avmarkast Fleiri danskir flokkar taka undir við at avmarka talið á veljarakanningum upp undir og sjálvan valdagin. Tær eru oyðileggjandi fyri demokratiið, siga flokkarnir. Tað er veljarakanningin hjá TV2, sum varð almannakunngjørd klokkan 13 í gjár, sum hevur fingið øði í donsku flokkarnar. Politikkararnir halda, at TV2 er farið út um út um markið fyri, hvat er etiskt rætt. Veljarakanningin hjá TV2 var ein sokallað exit-poll. Tað vil siga, at hon er gjørd á valstøðum kring landið. TV2 spurdi meira enn 10.000 veljarar, sum høvdu verið inni og atkvøtt, hvar teir settu krossin. Tað er ongantíð hent áður í Danmark, at úrslitið av einari exit-poll er almannakunngjørt, áðrenn valhølini eru latin aftur. Fleiri serfrøðingar halda eisini, at tað er skeivt at almannakunngera slíkar kanningar, áðrenn valhølini eru latin aftur, tí tær kunnu ávirka veljararnar, sum ikki enn hava verið á vali. Noyðast at lóggeva Politiken og Jyllands Posten skrivaðu í gjár, at fleiri flokkar leggja upp til at broyta vallógina. Danska Innanríkisráðið segði fyrradagin, at tað ikki er brot á vallógina at almannakunngera eina exit-poll sjálvan valdagin, men Innanríkisráðið heldur, at tað er neyðugt at endurskoða verandi lóggávu. Ulla Tørnæs, politiska framsøgukvinnan hjá Vinstra, harmaðist í Jyllands Posten í gjár um, at TV2 ikki hevur tikið atfinningarnar til eftirtektar. Hetta noyðir okkum at umhugsa ein lógarbroyting. Farið er út um mítt etiska mark, tá ið úrslitið av tílíkum kanningum verður almannakunngjørt, áðrenn valhølini eru latin aftur, segði hon. Bendt Bendtsen úr Konservativa Fólkaflokkinum er samdur. Við hesari exit-poll kanningini fer TV2 langt út um tað moralskt forsvarliga. Kanningin kann ávirka bæði valluttøkuna og úrslitið av sjálvum valinum. Skilir TV2 ikki eina greiða áheitan frá Christiansborg, so mugu vit lóggeva, segði Bendt Bendtsen. Formaðurin í Sosialistiska Fólkaflokkin, Holger K. Nielsen, sigur, at hann fer leggja fram uppskot um eina lógarbroyting, um TV2 ikki av sínum eintingum gevst við slíkum kanningum. Hetta kann als ikki góðtakast, sigur hann. Teir einastu flokkarnir, sum ikki taka undir við einum beinleiðis banni, eru danski Javnaðarflokkurin og Eindarlistin. Men báðir flokkarnir finnast kortini hvassliga at TV2. Flyta fokus Kanningin hjá TV2 hevur eisini fingið politikkararnar at hyggja at øllum øðrum veljarakanningum, sum verða almannakunngjørdar upp undir og sjálvan valdagin. Bendt Bendsten segði við Politiken í gjár, at tær mongu veljarakanningarnar flyta fokus frá tí veruliga kjakinum. Saman við SF mæla teir konservativu til, at veljarakanningar verða bannaðar nakrar dagar upp undir sjálvan valdagin. SF mælir til, at tað ikki skal verða loyvt at almannakunngera veljarakanningar tveir dagar áðrenn sjálvan valdagin. Í fleiri londum finst eitt tílíkt evstamark, og í nøkrum londum er tað bannað yvirhøvur at gera veljarakanningar. Óvissa um boring við Føroyar Eftirspurningurin eftir boripallum til djúpt vatn er so stórur í løtuni - og so fáir pallar eru til, sum kunnu bora á heilt djúpum vatni - at ivasamt er, um tað verða fleiri boringar á Føroyaøkinum næsta ár. Tað er ikki vist, at tað verða fleiri boringar á føroyskum øki næsta ár. Fleiri av feløgunum, sum hava fingið leitiloyvi, hava annars sagt, at tey ætla sær at bora næsta ár. Soleiðis sum støðan er á boripallsmarknaðinum í løtuni og helst eisini komandi ár, so fer tað helst at verða torført at finna nóg nógvar pallar, sum kunnu bora í føroyskum øki næsta ár. Sosialurin skilur á keldum, sum hava tilknýti til altjóða boripallsmarknaðin, at eftirspurningurin eftir pallum til at bora á djúpum vatni á øllum Atlantsmótinum, frá leiðunum vestan fyri Írland og norður í Norskahavið, er sera stórur. Djúpum vatni Fleiri feløg skulu bora á djúpum vatni vestan fyri Írland, m.a. Statoil, Conoco og Enterprise. BP hevur ætlanir um boring á djúpum vatni í norskum øki. Í løtuni borar ExxonMobil har norðuri skamt frá føroyska markinum. Teir hava borað í skjótt tríggjar mánaðir og spurningurin er um teir eru við at testa eitt møguligt risastórt gassfelt. Felagið vil tó einki siga. Conoco hevur ætlanir um at fara undir sokallað appraisalboring í Suilvenøkinum, skamt frá føroyska markinum, við tí í hyggju at kanna møguleikan fyri lønandi framleiðslu. Olja er longu staðfest í hesum økinum. Eftir at leitiloyvini vórðu latin í Norðurlandahúsinum segði BP-stjóri, at teir fóru at bora í næsta ár. Sama segði stjórin fyri Amerada Hess. Roknast má við, at hesin bólkurin vil bora næsta ár. Statoil hevur verið meira varið við ikki at lova nakra boring í næsta ár, hóast nettupp Statoil er tað felagið, sum longu síðst í 90-unum segði vera klárt til at fara undir boring. Nú kunnu tað so verða aðrar orsøkir til, at man vil bíða. Og ein kann verða tørvurin á boripallum. Hvat viðvíkur tí 4. operatørinum, Agip, so hevur ljóðað, at teir fara ikki at bora fyrr enn í ár 2002. BP best fyri Tað ljóðar annars í løtuni, at BP er tann operatørurin á føroyskum øki, sum liggur best fyri, tá talan er um at fáa ein pall til í næsta ár. Tað snýr seg um tann nútímansgjørda Transocean Leader ella Jack Bates, sum í løtuni borar við markið. Spurningurin er so, hvat hendir við stóra og spildurnýggja boriskipinum West Navion, sum nettupp er útgjørt til at bora á djúpum vatni. Statoil eigur ein part av felagnum, sum rekur skipið. Ein møguleiki er so eisini, at fleiri operatørar taka seg saman og leiga ein og sama boripall. Tá verður so spurningurin, um pláss er fyri fleiri boringum frá sumrinum ár 2001 og út á heystið. Tí neyvan verður borað tá tað nærkast vetrinum. Tí má ein rokna við, at fær BP t.d. Jack Bates til at bora á sumri næsta ár, so verður hann teirra burturav hetta árið. Sosialurin skilur, at tað hevur verið fundur millum operatørarnar á føroyskum øki um m.a. umrødda spurning. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerkingar frá hesum fundi. Ov lítið kjak Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at tað hevði borið til hjá føroyingum at tikið støðu til evrumálið í gjár. Til tað hava vit havt alt ov lítið kjak Formaður Javnaðarfloksins heldur ikki, at føroyingar høvdu verið búnir til at tikið støðu til evruna saman við dønum í gjár. Vit skulu minnast til, at danir hava havt drúgt kjak um evruna seinastu mongu mánaðirnar, tí vóru teir í gjár búnir til at taka støðu til hetta álvarsmál, sigur Jóannes Eidesgaard. Veljarakanningar skulu avmarkast Fleiri danskir flokkar taka undir við at avmarka talið á veljarakanningum upp undir og sjálvan valdagin. Tær eru oyðileggjandi fyri demokratiið, siga flokkarnir. Magnus Dam Keypmannahavn Tað er veljarakanningin hjá TV2, sum varð almannakunngjørd klokkan 13 í gjár, sum hevur fingið øði í donsku flokkarnar. Politikkararnir halda, at TV2 er farið út um út um markið fyri, hvat er etiskt rætt. Veljarakanningin hjá TV2 var ein sokallað exit-poll. Tað vil siga, at hon er gjørd á valstøðum kring landið. TV2 spurdi meira enn 10.000 veljarar, sum høvdu verið inni og atkvøtt, hvar teir settu krossin. Tað er ongantíð hent áður í Danmark, at úrslitið av einari exit-poll er almannakunngjørt, áðrenn valhølini eru latin aftur. Fleiri serfrøðingar halda eisini, at tað er skeivt at almannakunngera slíkar kanningar, áðrenn valhølini eru latin aftur, tí tær kunnu ávirka veljararnar, sum ikki enn hava verið á vali. Noyðast at lóggeva Politiken og Jyllands Posten skrivaðu í gjár, at fleiri flokkar leggja upp til at broyta vallógina. Danska Innanríkisráðið segði fyrradagin, at tað ikki er brot á vallógina at almannakunngera eina exit-poll sjálvan valdagin, men Innanríkisráðið heldur, at tað er neyðugt at endurskoða verandi lóggávu. Ulla Tørnæs, politiska framsøgukvinnan hjá Vinstra, harmaðist í Jyllands Posten í gjár um, at TV2 ikki hevur tikið atfinningarnar til eftirtektar. Hetta noyðir okkum at umhugsa ein lógarbroyting. Farið er út um mítt etiska mark, tá ið úrslitið av tílíkum kanningum verður almannakunngjørt, áðrenn valhølini eru latin aftur, segði hon. Bendt Bendtsen úr Konservativa Fólkaflokkinum er samdur. Við hesari exit-poll kanningini fer TV2 langt út um tað moralskt forsvarliga. Kanningin kann ávirka bæði valluttøkuna og úrslitið av sjálvum valinum. Skilir TV2 ikki eina greiða áheitan frá Christiansborg, so mugu vit lóggeva, segði Bendt Bendtsen. Formaðurin í Sosialistiska Fólkaflokkin, Holger K. Nielsen, sigur, at hann fer leggja fram uppskot um eina lógarbroyting, um TV2 ikki av sínum eintingum gevst við slíkum kanningum. Hetta kann als ikki góðtakast, sigur hann. Teir einastu flokkarnir, sum ikki taka undir við einum beinleiðis banni, eru danski Javnaðarflokkurin og Eindarlistin. Men báðir flokkarnir finnast kortini hvassliga at TV2. Flyta fokus Kanningin hjá TV2 hevur eisini fingið politikkararnar at hyggja at øllum øðrum veljarakanningum, sum verða almannakunngjørdar upp undir og sjálvan valdagin. Bendt Bendsten segði við Politiken í gjár, at tær mongu veljarakanningarnar flyta fokus frá tí veruliga kjakinum. Saman við SF mæla teir konservativu til, at veljarakanningar verða bannaðar nakrar dagar upp undir sjálvan valdagin. SF mælir til, at tað ikki skal verða loyvt at almannakunngera veljarakanningar tveir dagar áðrenn sjálvan valdagin. Í fleiri londum finst eitt tílíkt evstamark, og í nøkrum londum er tað bannað yvirhøvur at gera veljarakanningar. Veðrið Eitt djúpt lágtrýst, 968 hPa. vestanfyri Írland fer eystureftir og grynnist og brúgvalagið haðani til Føroya fer norðureftir. Lágtrýstið við Ísland fer norðureftir, men eitt nýtt lágtrýst, sum tekur seg upp eystanfyri New Foundland kemur henda vegin og dýpist nógv. Veðrið í dag: Lot til andøvsgul av suðri ella av ymsum ættum og eitt skifti regn,, annars sólglottar. Hitin millum 12 og 15 stig. Veðrið leygardagin: Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið sunnudagin: Hann veksur vindin upp í skrið ella storm av landsynningi og stundum regn. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Strúkur í vindi ella hvassur vindur av útsynningi, seinni lækkar hann niður í sunnan og veksur vindin aftur, møguliga til storm. Hitin millum 6 og 10 stig. Í gjár: Eitt djúpt lágtrýst, 968 hPa. vestanfyri Írland fer eystureftir og grynnist og brúgvalagið haðani til Føroya fer norðureftir. Í dag: Lágtrýstið við Ísland fer norðureftir, men eitt nýtt lágtrýst, sum tekur seg upp eystanfyri New Foundland kemur henda vegin og dýpist nógv. Eftirlønin hækkar Stýrið fyri eftirlønargrunnin hevur á fundi 26/09 2000 samtykt, at hækka eftirlønina úr grunninum við umleið 4 % frá 1. jan 2001, soleiðis at eftirlønin verður 620 kr um mánaðin, sum er 7.440 kr um árið. Ásetingin er galdandi fyri árið 2001. Øll, sum hava fylt 67 ár, fáa eftirløn úr grunninum. Løgtingslógin um eftirlønargrunnin er frá 1991, men hon er broytt nakrar ferðir. Lógin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið eina ferð um árið fyri álmanakkaárið eftir. Lønmóttakarar og arbeiðsgevarar hava goldið síðan 1. januar 1992, lønmóttakarar % av lønini so hvørt og arbeiðsgevarar % av lønunum í undanfarna ári. Eitt ársinngjald frá 1. apr 1993 - 31. mar 1994 er sambært lógarbroyting latið arbeiðsloysisskipanini sum veiting. Eftirlønarveitingin er ásett soleiðis, at grunnurin sleppur undan at lækka hana seinni, og í staðin fyri hevur møguleika fyri at lata eina vaksandi upphædd, sum í minsta lagi veksur líka nógv sum inflatiónin. Reglurnar um útgjald úr grunninum eru ásettar í løgtingslóg nr 39 frá 07.05.1991, sum seinast broytt við løgtingslóg nr 43 frá 09.05.1997 og í kunngerð nr 44 frá 09.05.1997. Eftir hesum reglum er tað Toll- og Skattstovan, sum stendur fyri útgjaldinum, og hvønn mánað setur veitingina á konto hjá hvørjum eftirlønarmóttakara í sparikassa, banka ella postgiro. Minningarorð - Vilhjálmur Mohr Patursson Vilhjálmur Mohr Patursson f.03.10.1918 d. 13.08.2000. >>Hvat gott veitst tú,<< kundi Vilhjálmur spyrja, tá ið tú møtti honum ella, >>Veitst tú einki nýtt?<< Síðan 1980 hava vit verið grannar, men eg hevði møtt honum áðrenn. Haldi tað var fyrst í sjeyti árunum, tá umvældi hann vegin til Kirkjubøar, har hann við vegjegaran hevði sett steinar, sum hann helt verða verdar at hyggja at. Nakrir standa uppi enn, og plagdi eg at vísa ferðafólki á teir, og gera vart við, at markið millum abstrakta list og gerandisdagin ikki er so stór, sum tað mangan verður gjørt til. Møtti honum eisini til ymsar fundir. Hann tók ikki orðið í tíð og úrtíð, men tú gav tær far um tað sagda. >>Tað mátti borið til<< ella >>men tit eru ung, tit skilja alt betur<<. Tað er bara at fara til verka. Eg eri ein arbeiðsmaður og tað skammist eg ikki við,<< segði hann einaferð og legði afturat:>>Fólk halda enn, at ein arbeiðari er ein maður, sum gongur við einari trillibøru, hakkara og spaka.<< Villhjálmur var morgunmaður, og tú skuldi verað týðliga á fótum fyri at síggja hann, um tú hugdi út, koma í sovukamarsvindeygað, drega gardinurnar frá og hyggja at veðrinum. Tíðliga leygarmorgnar kundi hann vælhýrdur koma í handilin hjá Eli at keypa ein tubbakspakka ella eitt blað. Tá hevði hann longu verið uppi á Oyggjarvegnum og rudda kava. Ballaði eina sigarett, gav tær pakkan, segði frá onkrum ella spurdi, hvat eg helt um hetta og hatta, men áðrenn sigarettin var roykt, var hann farin. Hann tosaði ikki tíðina burtur, men fólkakærur sum hann var, støðgaði hann altíð á fyri at fáa sær eitt lítið prát. Í 1981 var eg teir seinastu mánadagarnar av skúlaárinum lærari í Syðradali á Streymoynni. Tá koyrdi eg ofta við teimum um vikuskiftini. Tað var stuttligt at uppliva, hvussu væl teir arbeiddu saman og sampakkau. Fyri teimum var arbeiðið eingin byrða. Teir fingu eina játtan um árið, og fyri hana kýtu teir seg á at fáa so langt vegastrekki sum gjørligt. Tá ið hann, farin um tey sjeyti, var farin frá kundi hann ein góðan sunnudag biðja meg koma út at koyra. Nakrar ferðir fóru vit til Syðradals. Tá segði hann mær, at vegurin var teknaður upp eitt strekki annarleiðis, men hann hevði fingið hann broyttan, tí hann kom at liggja eins gott og var bíligar at gera. >>Soleiðis er, teir eru góðir til sítt, men kunnu ikki vita alt, tá skuldu vit, sum eru praktiskir og nærri staðnum siga okkara hugsan. Er skil í, og teir eru skilagóðir, taka teir eftir tí. Teir vera ikki minni menn fyri tað, tvørturímóti.<< Ein maður segði fyri mær, nú Vilhjálmur var farin, at Vilhjálmur hevði sagt við Mikkjal Helmsdal.>>Eg kann gera ein veg til Norðadals, sum verður brúkbarur, ódýrur, og at teir ikki noyast at bíða eftir honum í áravís<< Í mong ár hevur vegurin verið til gleði og gang. Tað síðsta arbeiði hann tók uppá seg, tá var hann fráfarin, var vegurin út á Bø við Kirkjubø. Har hevði hann so mangan gingið frá óvitaárunum av. Nakað eftir at vegurin var liðugur bjóðaið hann mær við í bilin. Tá vísti hann mær á, hann hevði klovið eina bobbins at seta í eina á omanfyri vegin. Áin at Sálarbótará. Nú kundu fólk fáa sær ein vatndropa sum fyrr. Tíðliga ein morgun um páskirnar kom hann inn og vildi vita, hvat eg helt um katolikkar, tá ið eg hevði svara honum, segði hann: >>Vit báðir fara í katolikkakirkjuna í dag<<. Og so var. Dagin eftir ein ólavsøkudag fór eg og tveir vinmenn gangandi niðan við Sandá í besta summarveðri. Komnir niðan áraka trøðina hjá Vilhjálmi, sóu vit, at hann hoyggjaði og hevði nógv fyri. Vit ivaðust eina løtu, um vit skuldu órógva hann soleiðis, men beint sum hann fekk eyga á okkum, rópti hann okkum til sín. Hann bað okkum koma við inn í húsið, meðan hann fregnaðist um ólavsøkuna. Innkomnir gav hann okkum blíðskap. Ballaði eina sigarett og gav mær pakkan. Tá ið mín sigarett var hálvroykt, segði hann: >>Eg má fara út aftur, men tit kunnu bara sita fyri tí.<< Eg bjóðaið mær til at koma og hjálpa honum, men tað vildi hann ikki hoyra. >>Far tú bara við teimum. Njót løtina og tað góða veðrið. Hetta er ikki meir enn eg havi at spæla mær við.<< Bara eini tvey ár eftir, at hann var givin at arbeiða, bleiv hann sjúkur, so trongur fyri bróstinum. Fólk óttaðist tað versta og harmaðist um, at honum ikki skuldi unnast nøkur góð ár aftaná eitt langt arbeiðslív, tí betur var sjúkan ikki illkynja, men hann fekk boð um at gevast við at roykja. >>Nei har var einki við at gera. Boðini vóru sólarklár. Tað fyrsta eg gjørdi, eg kom út aftur var at blaka alt sum eg hevði við royking at gera burtur. Tað var hart, men eg kláraði tað. Eg skuldi klára tað.<< Nakað eftir hetta segði hann fyri mær, at ein skildkona, sum hevði roynt at leggja av at roykja, var komin glað til hansara, nú hon hevði hoyrt um, at hann hevði klára tað, og hevði sagt: >>Nú mást tú siga mær, hvussu eg skal gera.<< Hann prikaði fleiri ferðir við fremstafinguri í bringuna og segði: >>Hygg her tað er tú og bara tú, sum kann hjálpa tær, tú skalt siga við teg sjálvan: >>Nú haldi eg uppat.<< Vilhjálmur var kirkjubøingur og góður við staðið og alla sína familju, men aldrin hoyrdi tú farran av reypi ella tílíkt. At hava eitt so kent navn mundi ikki altíð vera stuttligt, men hann orkaði at bera tað og eisini verja tað um neyðugt. Bróðurin Jóannes, sum festi, varð ikki gamal maður. Vilhjálmur rak altíð við bróðursoninum, og frøddist um, at tað gekst honum væl, eisini tvíburðabróðrinum, Tróndi. Sjálvur hevði hann góðar hendur og eyga fyri standmyndum. Vilhjálmur hevði nógvar góðar eginleikar, sum gjørdi fólki mun, ið møtti honum, men hann var eingin jabróður. Hann segið sína hugsan: >>Vit eru ósamdir, tað er alt í lagi við tí,>> kundi hann so siga við einum brosi. Sum fólk flest var hann góður við síni, men konuna nevndi hann ofta. >>Eg havi fingið eina góða konu,<< kundi hann siga, og sum ein annar trúboðari boða, hvussu stóran týdning konan hevði fyri heimið. Beint sum tað frættist, at Vilhjálmur var deyður møtti eg eini yngri konu, sum øll barna- og unglingaárini hevði verði næsti granni hansara. Hon helt eisini tað vera løgið, hóast árini vóru har, at hann ikki var longur. Mintist aftur á, at hon, sum var so nógv uppi í rossum, tað var hann eisini, plagdi at fara til hansara og sleppa út á trøðna við honum.Við einum fittum sorgkendum brosi, eitt sindur umskyldandi, segði hon: >>Hann var sum ein hetja fyri mær<< Steinbjørn B. Jacobsen Minningarorð Lydia Johannesen f. 04.03.1943 - d. 07.09.2000 Ja, dáttligt komu boðini hósdagin tann 07. sept., at tú góða Lydia ikki vart ímillum okkum longur. >>Best sum sólin fagra skínur, deyðn inn um dyrnar trínur.<< Ja, sannleikan í hesum orðum mugu vit ásanna enn einaferð. Lítið vardi tað meg, at vit sóust fyri síðstu ferð, tann dagin á keiini, tá ið Vesturvón kom heim av fiskiskapi. Siti og hugsi um teg, og tankarnir leita aftur í tíðina til barnaárini har vit sum smágentur leiktur við barnsins lætta lyndi. Tíðin var okkara, lívið ljóst og lætt fyri framman. Vit gjørdust tilkomnar, blivu giftar, fingu børn. Ja, tíðin rennur sum streym0ur í á. Árini gingu, børnini vuksu, fóru hvør í sína ætt. Góða Lydia, tú vart ein góð kona og mamma. Tú gekst høgt uppí børnini, tey vóru titt eitt og alt. Tú fjálgaði um heimið og altíð vart tú blíð at koma inn til. Altíð vart tú tilreiðar at rætta eina hjálpandi hond og tað mundu vera fáar konfirmatiónir tú ikki vart biðin at kóka tínar vælumtóktu kleynir. Gott var vinalagið og samanhaldið millum okkum konurnar >>niðri í Setrinum<<.Tíðin var ein onnur. Vit vitjaðu ofta hvørja aðra, sótu við stokkum, fóru túrar við børnumum. Óteljandi ferðir vóru vit við teimum á seiðabergi. Ja mong og rík eru minnini. Ymiskt er sum lagnutráurin verður spunnin. Bert 57 ára gomul vart tú kalla heim til Harran. Títt lívsljós var niðurbrunni. Góði Christian, Tommy, Torfinn, Christly og Tony-Heri. Stórur er saknurin, tit hava mist eina góða konu og mammu. Eg havi djúpa samkenslu við tykkum. Eg hugsi nógv um tykkum í hesu sváu tíð. Svárt má tað eisini verða hjá tær Siggi-Mia, tí Lydia var tín eygnasteinur. Má harrin styrkja tykkum í sorgini. Góða Lydia, tú verður ikki gloymd, men í hjartanum væl goymd Vinkona tín Kristina Túsundtals børn sleppa ikki til læknakanning Tað er langt frá bara í Havnini at børnini ikki sleppa til skúlalækna, tí tað er bara heilt fáa staðni, at hendan skipanin virkar Hvørt ár verða fleiri túsund børn í Føroyum slept upp á fjall. Eftir lógini hava tey rætt til at sleppa til skúlalækna ímeðan tey ganga í skúla, men hendna lógin verður ikki hildin. Børnini hava rætt til at sleppa til skúlalækna, tá ið tey koma í skúla og so aftur, tá ið tey fara úr skúlanum. Nú hevur Jenis av Rana, løgtingsmaður, sett Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismanni í almanna og heilsumálum fyrispurning um skúlalæknan í Havn. Hann sigur, at tað kann ikki góðtakast at børnini í havn ikki skulu sleppa til skúlalækna. Hetta hevur fingið avvarðandi ymsastaðni frá at gera vart við seg. Tey siga tað er verri enn so bara í Havnini, at skúlalæknaskipanin ikki virkar. Tvørturímóti, er tað ógvuliga fáa staðni í landinum at børnini sleppa til skúlalækna. Veruleikin er, at tað er bara undantakið, at børnini sleppa til skúlalækna og tey, sum gera vart við seg, halda, at Jenis av Rana átti ikki bara at hugsa um børnini í Havn, tí børnini á bygd eru líka nógv verd sum tey í Havn og tey hava líka góðan rætt at sleppa til skúlalækna. Ein av teimum, sum hevur gjørt vart við seg, er Karin Strøm, heilsusystir í Suðuroyar syðru helvt. Hon sigur, at tað er ómetaliga óheppið, at skúlalæknaskipanin ikki virkar. Hon vísir á, at farna skúlaár hevur hon kannað 312 børn í Suðuroyar syðru helvt. Somuleiðis hevur hon ráðgivið um heilsu, røkt og fyrbyrging. Av teimum 312 børnunum, havi eg víst 54 børnum víðari til serfrøðingar av ymsum slag, ella til barnaverndirnar. Børnini verða m.a. víst til kommunulækna, eygnalækna, ella til Sernámsdepilin. Sostatt er tað umleið sætti hvør næmingur, sum verður vístur víðari til barnavernd, ella til serfrøðing av ymsum slag. Karin Strøm sigur, at av tí, at hon ikki er lækni, er tað ógvuliga sannlíkt, at tað eru mangir trupulleikar, sum hon ikki fær eyga á og sum tí ikki verða uppdagaðir. Eitt nú hyggir læknin eftir trupulleikum við ryggi o.ø, og hetta eru trupulleikar, sum eg í mangar mátar ikki finni, sigur hon. Eftir, hvat skilst, er tað ein ósemja um sáttmála ímillum Landsstýrið og læknarnar, sum ger, at skúlalæknaskipanin kring alt landið mestsum er dottin niðurfyri. Rópa Varskó: Drukna í børnum sum hava trupulleikar Tað er harmiligt, at tað fyribyrgjandi arbeiði ímillum børn er so lágt í metum sigur Bjarta Vilhelm, leiðandi heilsusjúkrasystir Vit eru um at drukna í arbeiði við børnum, sum hava ymsar trupulleikar at dragast við. Men tað er harmiligt at síggja, hvussu lágt landsins myndugleikar meta um tað fyribyrgjandi arbeiði ímillum børn. Tað sigur Bjarta Vilhelm leiðari á heilsusystraskipanini. Heilsusystrarnar í Føroyum høvdu felagsfund mikudagin, har tey viðgjørdu støðuna. Og tað tók teimum ikki langa tíð at semjast um, at støðan er sera vánalig. Bjarta Vilhelm sigur, støðan viðvíkjandi tí fyribyrgjandi arbeiðnum ímillum børn er nú so vánalig, at tað eru allar orsøkir til at rópa varskó. Landsins myndugleikar hava ferð eftir ferð víst á, hvussu stórur dentur verður lagdur á tað fyribyrgjandi arbeiðið. Men á smábarna- og familjuøkinum mugu vit ásanna, at tað verður ikki gjørt líka nógv, sum tað verður tosað. Bjarta Vilhelm sigur, at tað verður ofta ført fram, hvussu nógv barnaverndirnar kring landið hava fingið at gera tey seinastu árini. Í tí sambandinum er tað eisini neyðugt at vísa á, at heilt nógv av teimum málum, sum barnaverndirnar hava til viðgerðar, eru mál, sum heilsusystrarnar vísa teimum á. Heilsusystraskipanin umfatar øll børn í Føroyum, bæði børn í skúlaaldri og børn undir skúlaaldur. Heilsusystrarnar ráðgeva familjum og kanna børnini. Í skúlanum ber tað eisini til hjá børnunum at venda sær til heilsusystrina í trúnaði við ymsum trupulleikum og tað eru ikki so fáir trupulleikar, sum koma fram tann vegin. Tey allarflestu børn og tey allarflestu heimini virka tíbetur heilt væl. Men so eru tað sjálvandi eisini nøkur fá, sum hava trupulleikar og tey, skulu vit so royna at hjálpa. Bjarta Vilhelm sigur, at arbeiðsbyrðan er munandi økt seinastu árini. Hon heldur,at orsøkin til tað er ikki so nógv, at talið á børnum og familjum, sum hava truulleikar, er so nógv økt. Orsøkin er heldur, at vit eru betri førar fyri at varnast trupulleikar. Men tað er eisini týðiligt, at hugburðurin er nógv broyttur, so at fólk eru skjótari at søkja sær hjálp og fúsari at taka ímóti hjálp. Samstundis er tað tvørfakliga samstarvið á økinum nógv batnað. Mangla pengar og fakfólk Bjarta Vilhelm sigur, at ein stórur partur av trupulleikanum stendst av, at tað verður ov lítið av peningi sett av til hetta øki. Heilsusystraskipanin fær seks milliónir um árið og tað er ikki nógv, tá ið hugsað verður um, at vit umfata øll børn í Føroyum í og undir skúlaaldur, tvs, eini 15.000. Samstundis mangla vit fýra heilsusystrar, tvær í Havn, eina í Suðuroy og eina í Norðoyggjum. Hetta er stórt spell, tí heilsusystraskipanin er fremsta fyribyrgjandi tiltak yvirhøvur á barna- og familjuøkinum. Ein millión afturat hevði tí gjørt undurverk, tí so fingu vit sett tær fýra heilsusystrarnar, sum mangla. Men Bjarta Vilhelm sigur, at tað er eisini ein annar stórur trupulleiki, at heilsusystrarnar hava alt ov vánaligar møguleikar at vísa børnum og familjum til serfrøðingar á ymsum økjum, tá ið trupulleikar stinga seg upp. Eitt nú mangla vit barnapsykologar og vit hava ongan barnapsykiatara yvirhøvur í Føroyum, samstundis, sum vit eisini mangla fysioterapeutar. Harumframt hava vit heldur onki tilboð til tey fáu foreldur, sum hava væntandi førleikan til at verða foreldur, so at tey kundu lært at verið foreldur. Bjarta Vilhelm sigur, at ein avleiðing av støðuni er, at mangan verða trupulleikarnir uppdagðir nógv seinni, enn ynskiligt hevði verið. Mangan varnast vit ikki trupulleikarnar fyrrenn børnini eru komin í skúla, men tá eru tað ofta nógv dýrari loysnir, sum skulu til fyri at hjálpa upp á trupulleikan. At tað so bara eru heilt fáa staðni í landinum, at skúlalæknaskipanin virkar, ger støðuna sjálvandi ikki frægari. Bjarta Vilhelm sigur, at heilsusystraskipanin er nú so hart fyrispent, at tað gongur ikki longir afturat.. Barnaansingarpláss eins natúrlig sum skúlapláss Barnaansing er kommunalt málsøki. Tað er heilt natúrligt, ein kommuna eisini tekur sær av yngsta ættarliðnum, tryggjar teimum bestu umstøður, sum aftur hevur við sær, at tey foreldur, sum ynskja børn síni ansað uttan fyri heimið, hava hendan møguleikan. Hetta er eisini ein treyt fyri, at foreldrini hava møguleika at luttaka í arbeiðslívinum, og at arbeiðsplássini í kommununi fáa neyðuga arbeiðsorku. Við øðrum orðum, ein býur, ein bygd ella kommuna, har alt hongur saman. Arbeiðspláss, arbeiðsmegi, úrtøkumøguleikar og trivnaður fyri yngri sum eldri. At ein kommuna, sum Tórshavnar Kommuna, eigur at vera før fyri, bæði fíggjarliga og á annað hátt, at røkja hesa uppgávu, eigur at vera ein sjálvsagdur lutur. Men til tess krevst politiskur hugburður og realistiskar loysnir. Fíggjað av øktum vinniligum virksemi tá enn fleiri sleppa í vinnu. Tórshavnar kommuna eigur at átaka sær hesa uppgávu og seta sær sum mál, at øll, sum ynskja sær og hava hesa tænastu fyri neyðini, skulu hava hendan møguleika. Barnaansingarstovnar eiga m.a. at vera ein heilt natúrligur partur av øllum útstykkingum kommununar. At ansingarmøguleikar standa børnum í boði, eigur at vera eins natúrligt sum tá tey fara í skúla. Men tá hetta nú er ein kommunal uppgáva burturav krevst, at eisini aðrar kommunur í landinum seta sær somu mál og mið. Gera tær ikki tað, verður torført at loysa hendan trupulleika. Trupulleikin verður bert fluttur úr einari kommunu í aðra. Hesi seinastu fýra árini eru útvegaði mong ansingarpláss, men bíðilistin er eins langur í dag sum hann var fyri fýra árum síðani, fyri ein stóran part orsaka av tilflytingini til Havnar. Sjálvandi búsetast fólk har møguleikarnir eru, og merkir tað í hesum førinum, at kann eitt nú Tórshavnar Kommuna bjóða fólki bæði arbeiði og barnaansing, og aðrar kommunur ikki gera tað, skunda vit undir eina sera ógvusliga fráflyting av økjunum við teimum tørvandi tilboðunum til ta kommununa, sum kann bjóða fólki grundleggjandi tørvin, arbeiði og barnaansing. Ein gongd, sum hvørki tænir økjunum uttan fyri Havnina, og líka lítið høvuðsstaðnum sjálvum. Er nøkur sum helst meining í øllum tosinum um bygdamenning, at fólk skulu hava arbeiðs- og trivnaðarmøguleikar úti um landið, er alneyðugt, at tílík tilboðstanda øllum borgarum landsins í boði. Uttan mun til hvar í landinum teir búgva. Øll skulu vera hjartaliga vælkomin til Havnar. Men tað skal vera av fríum vilja, og ikki av neyð. P.S. Á frálíka fundinum mikukvøldið um barnaansing, sum Foreldrafelagið skipaði fyri, tóktist einki at vera ógjørligt at fáa pallborðsluttakararnar til. M.a. at hækka útreiðslurnar á fíggjarætlanini við í minsta lagi 15 milliónum um árið - einki problem, varð sagt. Eg havi hug at taka býráðskollegar mínar upp á orðið. Hví bíða til eftir valið. Lat okkum handla nú, so síggja vit, hvat er veruleiki og hvat er valagn. Mín partur skal ikki liggja eftir. Blíðar heilsanir Tórfinn Smith, býráðslimur Almennur fyrilestur á Fróðskaparsetrinum Tíðindaskriv: ALMENNUR FYRILESTUR verður á Fiskirannsóknarstovuni mánakvøldið 2. oktober 2000 kl. 20. Unnur Dís Skaptadóttir, ph.d., lektari á Félgasvísindadeild á Háskóla Íslands heldur fyrilestur, ið hon kallar: Coping with changing economy in Northern localities. An Icelandic case study. Fyrilesturin verður á enskum. Unnur Dís Skaptadóttir er lektari í antropologi á Félagsvísindadeild á Háskóla Íslands. Í 1995 fekk hon ph.d. heiti við The Graduate School and University Center of the City University of New York. Hon vitjar í Føroyum í sambandi við Granskingarverkætlanina fyri Økismenning í Klaksvík. Um fyrilesturin sigur hon: In the talk I will examine some of the transformations that are taking place in Icelandic fishery based localities, transformations that involve new ressource management systems in the fisheries, new developments in technology and changing role of the state in regional development. Based on a case study of one locality, as an example, I consider the effects of these changes and how men and women cope with them. Kreativ skriving. Tíðindaskriv: Aftur í vetur verður høvi at ganga til skeið í kreativari skriving hjá Rakel Helmsdal á Tórshavnar Kvøldskúla. Skeiðið snýr seg um at arbeiða við hugskotum, at finna háttir at fáa hugskot og ymisar háttir at arbeiða hesi hugskotini. Hvussu kanst tú burturúr einum orðið skapa eina heila søgu? Ella úr eini mynd, einum huglagið? Hví riggar ein tekstur og ikki ein annar? Hvussu byggir man upp eina søgu, eina frásøgn. Arbeitt verður nógv við skriviimprovisatiónum og "non-stop-writing". Líkamikið hvussu tú hevur tað við at skriva, um tú ikki hevur gjørt annað við tað enn stílaskriving og onkran hendinga teldupost, ella um tú elskar at sita og skriva tankar og hugleiðingar niður, ella um tú longu hevur skrivað søgur ella yrkingar ella annað, tú kundi hugsa tær at víst øðrum ella fingið uppá prent, so er hetta skeiði eisini fyri teg. Afturat skrivingini verður eisini nomið við tað óskrivaðu frásøgnina, forteljingina. Vit fara at royna okkum í hesi aldargomlu listini, sum í hesum døgum er við at verða endurfødd í okkara parti av heiminum, hóast kynstri næstan var um at doyggja út. Skeiði er hvørt hóskvøld allan vetur, byrja verður hásdagin í komandi viku tann 5. oktober. Í vetur verða tveir bólkar, ein fyri nýggjar luttakarar, og ein fyri tey, sum ætla sær at halda fram har, vit sleptu seinasta vetur. Tilmelding er hjá Kvøldskúlanum tlf. 31 77 55, ella á 21 65 96. Fleiri upplýsningar á http://www.rakelhelmsdal.com Mc- Føroyar er nú stovnað Sunnudagin 3 september var stovnandi fundur av felag fyri øll sum koyra motorakfør á 2 hjólum og øðrum motoráhugaðum. Eini 30 fólk vóru møtt. Endamálið við felagnum er at samla motorsúkklu-koyrarar og motoráhugaði í einum felag fyri at røkja felags áhugamál, at arbeiða fyri skilakoyring og at skipa fyri felagstúrum og ítróttarkappingum. Á fundinum vórðu 8 fólk vald í nevndina, sum hevur skipa seg soleiðis. Formaður Niels Kári Nielsen Næstmaður Jan Stenberg Skrivari Maika L. Dahl Kassameistari Petur Jacobsen Jensen Nevndarlimir eru: Agnar Dahl, Torkil Hansen, Hugin Janusarson og Sjúrður Eldevig. Nevndin er longu farin til verka, tað fyrsta verður at finna eitt høli at vera í, sum bæði kann brúkast til at møtast í og kanska eisini til felagsverkstað. Annars verður arbeitt við at kanna møguleikarnar fyri at gera ein bana, sum kann brúkast bæði til kappingar og koyrifrálæru. Felagið hevur fingið samband við feløg í Danmark fyri at kanna fyrimunir og vansar við slíkum koyribreytum. Eisini er ætlanin til næsta ár at fáa meira samskipaða koyring, til dømis við telefonketu og nøkrum føstum felagstúrum um ári. Nevndin miðar eftir at vera komin væl ávegis við arbeiðinum tá næsti limafundur verður í November.Nú nakrar vikur eftir stovnandi fundin er limatali longu komi uppá 50. E-mail nkn@post.olivant.fo Stuðulin hækkar upp í 620 krónur Stýrið fyri eftirlønargrunnin hevur á fundi 26/09 2000 samtykt, at hækka eftirlønina úr grunninum við umleið 4 % frá 1. jan 2001, soleiðis at eftirlønin verður 620 kr um mánaðin, sum er 7.440 kr um árið. Ásetingin er galdandi fyri árið 2001. Øll, sum hava fylt 67 ár, fáa eftirløn úr grunninum. Løgtingslógin um eftirlønargrunnin er frá 1991, men hon er broytt nakrar ferðir. Lógin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið eina ferð um árið fyri álmanakkaárið eftir. Lønmóttakarar og arbeiðsgevarar hava goldið síðan 1. januar 1992, lønmóttakarar _% av lønini so hvørt og arbeiðsgevarar _% av lønunum í undanfarna ári. Eitt ársinngjald frá 1. apr 1993 - 31. mar 1994 er sambært lógarbroyting latið arbeiðsloysisskipanini sum veiting. Eftirlønarveitingin er ásett soleiðis, at grunnurin sleppur undan at lækka hana seinni, og í staðin fyri hevur møguleika fyri at lata eina vaksandi upphædd, sum í minsta lagi veksur líka nógv sum inflatiónin. Reglurnar um útgjald úr grunninum eru ásettar í løgtingslóg nr 39 frá 07.05.1991, sum seinast broytt við løgtingslóg nr 43 frá 09.05.1997 og í kunngerð nr 44 frá 09.05.1997. Eftir hesum reglum er tað Toll- og Skattstovan, sum stendur fyri útgjaldinum, og hvønn mánað setur veitingina á konto hjá hvørjum eftirlønarmóttakara í sparikassa, banka ella postgiro. Umbýti av starvsfólki í landsfyrisitingini Tíðindaskriv: Norðurlendska tænastumannaumbýtisskipanin ger tað møguligt hjá starvsfólki í landsfyrisitingini at fara til eitt av norðurlondunum at arbeiða í eina tíð. Stuðul verður veittur til at gjalda ferða- og uppihaldsútreiðslur hjá luttakara. Henda skipan hevur verið í gildi síðan 1979 og endamálið við skipanini er at fremja norðurlendskt samstarv. Endamálið er somuleiðis at geva luttakarunum kunnleika til fyrisiting og lóggávu o.a. í hinum norðurlondunum. Tað er ikki neyðugt at luttakari býtir um pláss við ein starvsfelaga í einum øðrum norðurlandi, tó er onki, sum forðar fyri hesum. Føroyar hava fyri ár 2001 fingið tillutað kr. 61.000,-. at nýta til hesa skipan. Skipanin virkar soleiðis Skipanin fevnir um bæði tænastu- og starvsmenn. Uppihaldið kann vara millum 1 og 12 mánaðir í einum kalendaraári. Stuðulin er í ár 2001 kr. 7.000,- um mánaðin umframt ferðaútreiðslur aftur og fram. Endurgjald verður bert latið fyri ferðing á bíligasta hátt. Um uppihaldið er longri enn 6 mánaðir kunnu ferðaútreiðslurnar hjá familju somuleiðis verða goldnar, um hon flytir við, eins og goldið verður fyri flutning av neyðugum innbúgvi. Treyt fyri at fáa stuðul er, at viðkomandi fær frí við løn úr starvi sínum. Um viðkomandi fær reiðiviðbót, verður hon varðveitt, um viðkomandi átekur sær meirarbeiðsskyldu í starvinum í hinum landinum. Tíðin verður tald við í lønar- og eftirlønaraldri. Tey, sum vilja nýta skipanina, mugu sjálvi gera avtalu við stovn í øðrum norðurlandi. Áðrenn 3 mánaðir eru farnir eftir heimkomu, skal luttakari senda Løgmansskrivstovuni eina frágreiðing um uppihaldið, heruppií ein stuttan samandrátt á skandinaviskum máli t.d á donskum, sum Løgmansskrivstovan sendir avgrreiðsluskrivstovuni hjá Norðurlandaráðharraráðnum. Umsóknir Umsóknir um stuðul skulu sendast til Løgmansskrivstovuna ígjøgnum stýrið/leiðsluna á stovninum. Umsóknin skal innihalda fylgjandi upplýsingar: 1. Navn á umsøkjara, føðingardagur og bústaður 2. Starvsheiti, starvsaldur og starvsstaður 3. Arbeiðsuppgávur 4. Navn og bústaður á tí stovni, avtala er gjørd við og tíðarskeið 5. Upphæddin, sum søkt verður um - tíðarskeið og ferðaútreiðslur Tað skal upplýsast, um umsøkjari hevur søkt um at fáa annan stuðul. Umsóknin skal innihalda eitt ummæli frá stovninum, har stovnurin sigur frá, um viðkomandi kann fáa tænastufrí við løn. Umsóknarfreistin er 1. januar 2001. Umsóknir, sum koma inn aftaná hesa dagfesting, verða bert viðgjørdar, um peningur er tøkur. Nærri upplýsingar um skipanina fáast við at venda sær til Løgmansskrivstovuna nýskipanardeildina og fáast eisini við at fara á heimasíðuna hjá Nordisk Ministerråd, http: //www.norden.org og hyggja undir Stødordningar og síðan Øvriga., sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi. Foreldur ansa nú eftir politikarum Politikararnir í Havn vilja fegnir tosa um trupulleikan við barnaansingini, men foreldrini fingu eingi ítøkilig lyfti, tá Foreldrafelagið í Havn hevði pallborðsfund mikukvøldið Tórshavn: Allir politikararnir siga seg vilja økja um talið av ansingarplássum, men tá tosið kemur inn á ítøkiligar ætlanir, hoyra vit tær vanligu undanførslurnar. Hesi eru orðini hjá Sámali Johansen, sum er formaður í Foreldrafelagnum, sum er fyri foreldur at smábørnum í Havn. At umstøðurnar hjá minstu borgarunum í høvuðsstaðnum ikki eru í lagi kom til sjóndar mikukvøldið, tá 150 fólk stevndu á fund í Norðurlandahúsinum at tosa um ansingartørvin í Havn. Foreldrafelagið er farið undir eitt nýtt átak, sum hevur til endamáls at varpa ljós á, at alt ov fá ansingarpláss eru til børn í Havn. Bíðilistarnir eru langir sum ongantíð fyrr, men framvegis liggur eingin ítøkilig ætlan frammi. Ein partur av átakinum hevur verið lesarabrøv, sum verða at síggja hvørja viku fram til býráðsvalið. Mikukvøldið varð skipað fyri pallborðsfundi, har allir teir politisku flokkarnir vórðu umboðaðir. Lappaloysnir Ein av undanførslunum hjá býráðslimunum var, at teir kunnu ikki lova nakað, tí teir vita ikki, hvussu býráðið fer at síggja út eftir valið. Tað er ein vánalig undanførsla, og hvør er so meiningin við valfundum, um politikararnir ikki kunnu lova undan valinum, hvørjum teir fara at arbeiða fyri. Sjálvandi kunnu teir ikki lova, hvørjum málum teir fara at náa, men til ber at siga, hvørjum arbeitt verður fyri, sigur Sámal Johansen. 7. september samtykti býráðið einmælt eitt uppskot viðvíkjandi barnaansing. Tað ber í sær, at foreldur kunnu hava síni egnu børn í dagrøkt, um tey eisini taka onnur børn í dagrøkt. Tey skulu gjalda fyri síni egnu børn, og fáa pening fyri tey fremmandu børnini. Í lesarabrævi frá Foreldrafelagnum í dag verður henda loysnin kalla discount loysn. Foreldrafelagið heldur tað vera illgunavert, at býráðið samtykkir eitt slíkt uppskot beint undan valinum. Á fundinum lovaðu onkrir at samgongupolitikarunum eitt ávíst tal av ansingarplássum innan eitt ávíst áramál, men tað hava vit verið vitni til fyrr, uttan at nakað er komið burturúr, sigur Sámal Johansen. Men trupulleikin hvørvur ikki sum døgg fyri sól, og ansingarpláss eru ikki á hvørjum horni. Í løtuni veksur bíðilistin skjótari enn talið av ansingarplássum. Foreldrafelagið vísir á, at tørvur er á eini heildarloysn og ikki lappaloysnum. Eingin loysn í eygsjón Í 1996 varð ein verkætlan gjørd, sum loysti barnaansingartrupulleikan áðrenn 2006, men síðani er listin bara vaksin. Hetta ber boð um, at henda ætlanin ikki hevur betrað ta ringu støðuna. Útlitini eru heilt einfalt ikki serliga góð fyri eini loysn innan stutta tíð, og tað bar fundurin eisini boð um. Barnaansingin hevur verið eitt av høvuðsmálunum hjá býráðnum at loysa seinastu árini. Politikararnir vísa á, at fólkatalið er vaksið við rúkandi ferð, men tað er tað sama sum fyri tíggju árum síðani. Sámal Johansen er ikki serliga bjartskygdur. Eg eri ikki so bláoygdur at halda, at allir politikararnir broyta meining nú, tí teir eru meira harðhúðaðir enn so. Tíðin er komin til at politikararnir raðfesta barnaansingina meira frammalaga enn nú, sigur Sámal Johansen. Foreldrafelagið fer ikki at skipa fyri fleiri pallborðsfundum, men lesarabrøvini verða fleiri í tali fyri at minna politikarar á, at fleiri foreldur enn eru illa sperd. Kommunuvalið verður útsett Rættarnevndin mælir eftir áheitan frá løgmanni løgtinginum til at útseta kommunuvalið til 21. november Rættarnevndin tók í dag undir við eini áheitan frá løgmanni um broyta dagfestingina fyri komandi kommunuvalið soleiðis, at valið verður 21. november. Í broytingaruppskotinum til løgtingslógina um val til allar føroyskar kommunur stendur, at valið skal fara fram annan týsdag í november. Men hetta heldur løgmaður vera ov tíðliga í ár, av tí at lógin um kommunuvalið skal lýsast seks vikur framman undan valinum. Tað vil siga, at lógin skuldi verið lýst í seinasta lagi 3. oktober. Og tá hevur tingið ikki havt stundir at havt uppskotið til aðru og triðju viðgerðar. Hesum tekur rættarnevnin undir við, og mælir í áliti sínum løgtinginum til at skoyta upp í lógina, at fyrsta valið eftir nýggju lógini fer fram týsdagin 21. november. Heilsuskúli Føroya sum ein skúli Sum fyrr skrivað í august í ár um tær nýggju útbúgvingarnar, sum skulu avloysa sjúkrahjálpara-, heimahjálpara- og pleygaraútbúgvingina. Landsstýrismaðurin í skúla- og mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, tók eina skjóta avgerð um, at skúlin skuldi verða í Suðuroy. Alt gott um tað, men tá okkara landsstýrismaður tekur eina slíka avgerð, má tað verða av tí, at hann hevur í huga nakað, sum er betri enn tann fyrra loysnin, sum var mær kunnugt ein samanlegging av sjúkrasystraskúlanum. Tað sigur seg sjálvt, at við at leggja allar heilsuútbúgvingarnar á einum stað, fær tú eina betri útbúgving og eitt gott skúlaumhvørvi og virðing fyri hvørjari einkultari útbúgving, sum eisini vil geva eitt gott samstarv úti á arbeiðsplássunum, Tórbjørn, ikki í einum kommunuskúla. Man skuldi trú, Tórbjørn, at tú hevur selt teg til tjóðveldismenninar á Tvøroyri. Tú bleiv jú landsstyrismaður í skúlamálum. Tú sigur eisini, at eftirútbúgvingin hjá heimahjálparunum skal verða runt landið, sjálvandi skulu praktikkplássini verða runt landið, men sjálv undirvísingin skal verða í skúlanum, um tú ynskir kvalitet í tí nýggju almanna- og heilsuútbúgvingunum. Ein bólkur, sum eisini hevur krav upp á eftirútbúgving, sokallaða uppskúlan, eru sjúkrahjálparar og pleygarar. Sjálv havi eg verið í arbeiðsbólki, sum var við til at gera Álit um almanna- og heilsuútbúgvingar á miðnámsstigi, saman við øðrum fakfelagsformonnum. Arbeiðið var liðugt í apríl 1997 og varð tá latið táverandi skúlamálaráðharri, Eilifi Samuelsen. Eg vóni ikki, at okkara arbeiði er burturspilt. Tað er nógv brúk fyri øllum bólkunum í framtíðini. Vónandi noyðast tey ikki framyvir at flyta til Danmarkar fyri at fáa øaður nevndu útbúgvingar. At hugsa sær ein skúla við navninum Heilsuskúli Føroya, sum umboðaði sjúrasystra-, almanna- og heilsuútbúgvingarnar í Føroyu, sigur tað ikki alt... Meta C. Palle Fylgjurnar álvarsligar koyrir tú ov skjótt Tað er dýrt, at koyra skjótari enn loyvt er. Hetta staðfestir Ferðslutrygd á heimasíðuni: 82 km/t = 7.100 krónur. Bótin er 3.000,- kr, eftirkannandi roynd er 900 kr. Undirvísing 2.200 kr. Koyritímar kosta 700 kr. Nýggj eftirkannandi roynd kostar 300 kr. Tilsamans kostar hetta ferðslubrotið 7.100 krónur + nakrar vikur uttan koyrikort. Hetta roknistykkið er eitt svar uppá, at tað í fjølmiðlum fleiri ferðir hevur ljóðað, at tú næstan kann koyra so skjótt, sum tú vilt, uttan at tað fær álvarsligar fylgjur. Roknistykkið er grundað á, at tú koyrir 82 km/t ella 32 km/t skjótari enn loyvda ferðmarkið í bygdum øki, sum er 50 km/t. Siga vit, at talan ikki er um skerpandi umstøður - og at tú tí >>einans<< stendur til at fáa treytaða frádøming av koyrikortinum, so merkir tað, at tú missir ikki koyrikortið upp á staðið. Men í øllum førum fært tú 3.000 krónur í bót, og áðrenn mánaður er gingin, skalt tú til eftirkannandi roynd hjá Bileftirlitinum, sum tilsamans kostar tær 900 krónur. Tað vísir seg, at tey flestu, ið fara upp til roynd uttan at hava fingið undirvísing, standa ikki royndina, men dumpa frá hond. Um tú dumpar til royndina, sleppur tú ikki aftur til nýggja roynd, fyrr enn tú hevur fingið neyðuga undirvísing, ið kostar um 2.200 krónur. Harumframt mást tú rinda fyri í minsta lagi tveir koyritímar á 350 krónur. Ikki fyrr enn koyrilærarin heldur, at tú ert førur fyri at fara aftur til roynd, ger hann eina royndarinnstilling, ið kostar 300 krónur. Um vit siga, at tú nú stóð royndina, hevur tú framvegis treytaða dómin hangandi yvir høvdinum á tær tey næstu trý árini, so um tú gert eitt líknandi ferðslubrot - (koyrir við ov nógvari ferð, hevur meiri enn 0,5 promillu av alkoholi í blóðinum, ella fremur eitt álvarsligt koyrimistak) - áðrenn henda tíð er farin, missir tú koyrikortið treytaleyst. Frá tí degi, tú komst í hesa >>mylluna<<, og til tú sleppur úr henni aftur, kunnu ganga fleiri vikur, og fleiri teirra uttan koyrikort. Men hesir >>tvørleikar<< fána burtur í einki, um bert tú hugsar eitt lítið sindur um, hvat ið kundi hent, um onkur var á vegnum, har tú koyrdi, sigur Ferðslutrygd. Fólkaflokkurin aðra kós í fullveldismálinum Vit eru ikki nøgdir við gongdina sum hon hevur verið í fullveldis málinum, siga teir báðir Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri og Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri Ólavur í Beiti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum hevur verið við í samráðingunum við donsku stjórnina er alt annað enn nøgdur við gongdina, sum hon hevur verið higartil í fullveldis ætlanunum. Hetta kom fram á fundi á Hotel Vágum mikukvøldið, tá ið Vága Fólkafloksfelag hevði boðað til fundar og har eisini nýggi vinnumálaráðharrin, Bjarni Djurholm, greiddi frá sínum málsøki, og hvørjar mennandi uppgávur liggja fyri framman at loysa hjá nýggja vinnumálaráðharranum. Alt hetta fundarvirksemið, sum verið hevur higartil, hevði eins væl kunnað verið orðnað við nøkrum e-meylum millum báðar samráðingarpartarnar, metir Jørgen Niclasen. Fólkaflokkurin hevur skilt, hvør fólksins vilji er, sigur Jørgen Niclasen víðari, og higartil hava allar kanningar víst, at meirilutin í fólkinum tekur ikki undir við upplegginum, sum lagt hevur verið fram og serliga útspælið frá dønum um skiftistíðina, hevur skapt ein ávísan ótta í fólkinum um eina ótrygga framtíð. Stig fyri stig Fólkaflokkurin hevur skilt støðuna og er meiri sinnaður at fáa eina avtalu við donsku stjórnina heldur enn at alt skramblar saman og vit fáa einki burturúr, sigur fiskimálaráðharrin, og hetta er ikki bert hugsanin hjá Jørgen Niclasen, men eisini Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, er samdur í hesum, at vit mugu vísa at vit duga at stjórna hesum landinum og hava ábyrgd, áðrenn vit taka fult ræði. Bæði Bjarni Djurholm og Jørgen Niclasen taka tí undir við einum meiri sjónligum stig fyri stig politikki, har vit ístaðin fyri at berjast við danir fáa ein dialog ígongd og koma nærri eini loysn, hvør hon so enn verður. Men sambært hesum báðum landsstýrismonnum verður loysnin ikki eitt 4 ára skiftisskeið, sum danir halda fast um. Tí verða aðrir bollar í súpanini nú á fundinum tann 26. oktober millum danir og føroyingar sambært hesum báðum landsstýrismonnum, men enn er nakað tíðliga at siga, hvussu endaliga uppleggið kemur at verða sett saman. Blessaður veri hákallurinn Á Hotel Hafnia fer komandi mánaðin at bera til at fáa íslendskan mat. Ymiskt av seyði og so tann nógv umtalaða hákallin, sum tær annaðhvørt dámar ella ikki Tórshavn: Íslendskir matsnillingr eru í hesum døgum á Hotel Hafnia og borðreiða við íslendskum mati fyri áhugaum føroyingum. Vitjanin er liður í samstarvið millum Restaurant Naust í Reykjavík og Hotel Hafnia í Havn. Tú merkir beinanveg sermerkta luktin av hákallinum, tá stigið verður úr lyftini á Panorama á Hotel Hafnia. Har er eingin ivi um, at tú hevur gingið rætt. Tíðindafundurin, har íslendingar sýna fram íslendskan mat, verður hildin her uppi. Stuttligt at sleppa at smakka hákallin einaferð aftur, Hjá teimum, sum leita sær á Hotel Hafnia at fáa ein bita um vikuskiftið, er forkunnugur matur á lepanum. Millum annað stórhvalatvøst, livrapylsa, seyðarhøvdasúlta, kókað hvítanýra, blóðpylsa og tann kendi hákallurin. Okkara kokkur, Guðmundur, sum er íslendingur, greiðir frá, at samstarvið kom í lag á Travel Mart ferðavinnumessuni í fjør, tá íslendingarnir vóru í Føroyum. Tað er so vorðið til, at leiðslurnar matstøðunum hava gjørt av at vitja hvønn annan og borðreiða við ávikavist íslendkum mati í Havn og føroyskum í Reykjavík. Fyrsta vitjanin er tann hjá íslendingunum nú um vikuskiftið. Saman við Jóannesi, kokki í Naustinum, greiðir hann frá tí, sum á borðinum er. Og sjálvandi ber ikki til at fara út aftur, uttan at hava smakkað. Má viðganga, at tað er fyrstu ferð, at hvítanýra er farið í mín munn, og tað smakkaði ikki illa. Teir, Guðmundur og Jóannes, siga, at tey, sum ætla sær at smakka hvalatvøstið, helst eiga at skunda sær, tí nøgdin, teir hava við, er avmarkað. Og fyri at fáa sum mest burtur úr, vilja teir halda, at fólk skulu koma um vikuskiftið, tí tá verða íslendingarnir her og kunnu svara spurningum, fólk møguliga hava. Annars verður íslendski maturin á matskránni hjá Hotel Hafnia í ein mánað ella so. Farmaskip sum fóðurflaki Farmaskipið Nordic fer at liggja á Funningsfirði sum fóðurflaki hjá alistøðini Funningslaks Funningslaks hevur keypt farmaskipið Nordic frá Nordic Bulk í Havn. Ætlanin er tó ikki at fara undir farmasigling, men at brúka skipið í alivinnuni. Ætlanin er at leggja skipið við aliringarnar, sum Funningslaksur hevur liggjandi undir Líðini uttalaga á Funningsfirði. Har er í løtuni ein flaki, men hann verður skiftur út við Nordic sum er nógv størri og arbeiðsligari, sigur Kári Nielsen, stjóri á Funningslaksi. Skipið fer so at taka fóður umborð og annars røkja somu uppgávur sum einhvør annar aliflaki, sigur hann. Funningslaks hevur umleið eina millión fiskar gangandi undir Líðini, har Nordic fer at liggja, sigur Kári Nielsen Skipið fer at virka sum fóðurgoymsla til aliringarnar har úti fyri tað mesta. Men sjálvandi fer eisini at bera til at flyta ímillum, um tað verður neyðugt. Men skipið fer ikki at sigla, sigur Kári Nielsen. Tað verður í framtíðini ikki skrásett sum skip, men sum flaki, sigur hann. Nordic stendur í løtuni á sleipistøð á Tórshavnar Skipasmiðju, har skrokkurin verður klassaður. Ein orsøk til, at hann nú varð seldur, var júst tann, at hann stóð fyri umfatandi klassing, sum gomlu eigararnir ikki mettu lønandi. Sum skilst hugsa teir um at fáa sær annað og størri skip fyri Nordic. Kári Nielsen sigur, at grundin til, at Funningslaks keypti Nordic, var tann, at skipið fekst bíliga. Hann sigur, at keypsprísurin var eitt sindur oman fyri ta hálvu milliónina. Slík skip eru bílig á marknaðinum í dag, sigur Kári Nielsen. 2 til nei-síðuna Seks tær seinastu veljarakanningarnar í Danmark geva í trimum førum nei-síðuni meirilutan. Í tveimum førum visa kanningarnar, at danir fara at atkvøða fyri evruni, men tað verður sera javnt, tá samanum kemur. Spenningur er til tað síðsta um úrslitið av fólkaatkvøðuni um evruna í Danmark í dag. Seks veljarakanningar verða almannakunngjørdar í donskum fjølmiðlum í dag, og tríggjar teirra geva nei-síðuni sigurin, meðan sigurin fer til ja-síðuna í tveimum kanningum. Men so tætt er millum nei- og ja-síðuna, at tað verða nakrar fáar atkvøður, sum koma at avgera gjaldoyraspurningin í Danmark. Tann higartil størsta kanningin hjá Gallup-stovninum verður almannakunngjørd í Berlingske Tidende og Danmarks Radio í dag. Sambært kanningini fara 46,3 prosent av atkvøða nei og 45,4 prosent ja. Munurin er sostatt minni enn eitt prosent, og tað eru framvegis 8,3 prosent, sum ikki vita, hvar tey skulu seta krossin. Gallup hevur spurt umleið 2600 fólk, um tey fara at atkvøða ja ella nei. Tvær aðrar veljarakanningar geva nei-síðuni sigurin, og munurin millum ja og nei er í báðum førum tvey prosent. Í kanningunum, sum geva ja-síðuni sigurin er munurin ávikavist 2 og 1 prosent. Kanningin hjá PLS Rambøll vísur, at 50,5 prosent av veljarunum fara at siga ja, og 49,5 prosent nei. Og fyri at gera spenningin uppaftur størri, so vísur ein kanning í BT í dag, at tað stendur fullkomiliga á jøvnum millum ja- og nei-síðuna. Báðir partar standa til at fáa 47 prosent av atkvøðunum. Hóast seks veljarakanningar eru almannakunngjørdar í dag, so eru fjølmiðlarnir ikki lidnir at lodda dýpið. TV2 fer seinnapartin javnan at almannakunngera úrslit frá sokallaðum exit-poll-kanningum. Tað eru kanningar, sum eru gjørdar á sjálvum valstøðunum. Sjónvarpsstøðin ætlar at spyrja umleið 10.000 fólk, sum hava verið og atkvøtt, hvar tey settu krossin. Maersk Air heldur fram millum Vágar og Billund Ætlanin hjá Maersk Air at leggja rutuna millum Billund og Vágar niður í vetur, er slept. Flogið verður framvegis tvær ferðir um vikuna á hesi rutuni Rutan hjá Maersk Air millum Billund og Vágar fer at halda fram óbroytt. Í samrøðu, Sosialurin fyri stuttum hevði við fólk hjá Flogfelag Føroya, varð sagt frá, at flogrutan hjá Maersk Air millum Billund og Vágar fór at verða niðurløgd í vetur. Men so verður kortini ikki, sigur Maersk Air í tíðindaskrivi, sum sent varð út mikudagin. Sagt verður í tíðindaskrivinum, at eftir áheitan frá fleiri kundum hevur rutuleiðslan hjá Maersk Air gjørt av, at rutan millum Billund og Vágar ikki verður niðurløgd kortini, sum talan annars hevur verið um. Flogið verður tvær ferðir um vikuna á hesi rutuni. Eftir nýggju ferðaætlanini verður flogið til Billund mánadag og hósdag, sigur rutuleiðslan hjá Maersk Air í tíðindaskrivinum. Annars er Maersk Air farið undir miðvísa víðkan av uttanlands rutunetinum millum Danmark og útheimin. Ikki færri enn fýra nýggjar rutur fara at byrja í døgunum 20. til 22 november í ár. Tær ruturnar verða til Cairo, Istanbul, Milano og Zürich, sigur Maersk Air. Her vil eg á gólvið fram Dansitíðin byrjar nú aftur, og fleiri av dansifeløgunum eru farin undir vetrarskráirnar. Norðurstreymoyar Dansifelag byrjar veturin við almennum dansitiltaki um vikuskiftið Hjá teimum, sum dáma føroyskan dans, er komandi tíðin hugalig. Tað er dansitíðin, sum byrjar aftur og varir til føstulávint. Dansifeløgini fara undir sínar skráir, og almenn dansikvøld verða hildin víða hvar í landinum. Í tíðindaskrivi frá Norðstreymoyar Dansifelag verður sagt, at felagið vanliga byrjar dansiveturin við einum felags dansikvøldi í bygdarhúsinum í Kollafirði um mánaðarskiftið september/oktober. Hetta er í grundini eitt alment dansikvøld, har bæði limir í egnum felag, øðrum dansifeløgum og fólk, sum bara hava hug at dansa, plaga at koma saman. Tiltakið hevur verið sera væl eydnað og er vorðið ein fastur táttur í skrá felagsins, verður sagt í tíðindaskrivinum frá Norðstreymoyar Dansifelag. Almenna dansikvøldið, sum Norðstreymoyar Dansifelag skipar fyri í Kollafirði í ár, verður nú leygarkvøldið 30. september. Tiltakið byrjar klokkan 21.30 og heldur á, so leingi nakar er eftir á gólvinum, verður sagt. Atgongumerkið kostar 50,- krónur. Men í prísinum er eisini ábit - smurt breyð við onkrum leskandi afturvið - á midnátt. Umframt ber eisini til at keypa sær sodavatn og øl eftir tørvi, siga tey frá Norðstreymoyar Dansifelag, sum vóna nógv fólk til almenna dansin í Kollafirði leygarkvøldið. Bara tann fyrsti undirsjóvartunnilin Lógvabrestirnir geltu, tá Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum, klokkan 14.31 hósdagin hin 28. september ár 2000 lat fyrsta skotið fyri Vágatunnlinum av Leynar: So er av álvara farið undir at arbeiða upp á undisrjóvartunnilin undir Vestmannasundi. Fyrsta skotið varð latið av hósdagin. Og samstundis boðaði landsstýrismaðurin í samferðslumálum frá, at peningur er settur av á komandi fíggjarlógaruppskoti til seismiskar kanningar undir Leirvíksfirði. Farið verður undir at gera undirsjóvartunnil undir Leirvíksfirði, so skjótt, arbeiðið undir Vestmannasundi er komið so mikið áleiðis, at amboð og vitan kann flytast undir Leirvíksfjørð. Væl av fólki var komið saman við komandi tunilsmunnan Leynamegin, tá fráboðaða fyrsta skotið skuldi latast av hósdagin. Har vóru tingmenn, løgmaður og landsstýrismenn. Vágatingmenninir og bygdarráðsformenninir í Vágum vóru, sum vera man, komnir at uppliva hesa stóru løtu. Og eisini onnur vágafólk vóru komin til Leynar hendan dagin. Dávur Reinert Hansen, stjóri í partafelagnum Vágatunnlinum, beyð fólki at koma oman móti berginum, har sjálvt holið ætlandi skal verða. Har greiddi hann eitt sindur frá, hvat hent er, og hvat væntandi fer at henda. Eftir stutta frágreiðing fór alt fólkið yvir um aftur ánna og oman eftir landsvegnum, har Bjarni Djurholm skuldi trýsta á knøttin, sum loysti skotið av. Tað ljóðaði ein brestur, og roykur stóð upp frá beninum, meðan mannamúgvan klappaði og skundaði sær niðan aftur móti berginum at síggja, hvussu út sá eftir fyrsta skotið. Hetta var eitt symbolskt skot, mestsum eitt royndarskot, men tað setti tó hol í veggin, og fólk, tóktust nøgd við, at nú var gongd komin á. Ein tann fyrsti, sum legði upp í rúgvuna, sum komin var frá skotinum, var vágatingmaðurin Marius Dam. Hann stóð so fegin við einum steini í hondini yvir høvdinum, meðan hin vágatingmaðurin tók mynd av honum til privata myndasavnið. Og tað vóru fleiri, sum nýttu høvið at taka sær ein stein frá fyrsta skotinum í tunnilsarbeiðinum. Tiltakið endaði við samkomu í smiðuhøllini, har pinnamatur og okkurt frískandi var at fáa. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, nýtti høvið at ynskja øllum tillukku við arbeiðinum, sum nú var byrjað og boðaði samstundis frá, at nú eru pengar settir av til seismiskar kanningar undir Leirvíksfirði, og at har verður farið undir at gera undirsjóvartunnil, so skjótt til ber. Opið bræv til Tórshavnar Býráð frá foreldrafelagnum í Havn Halló allir farandi og komandi býráðslimir! "Here we are again happy as can be _" Var tað strævið at bíða?" Allarhelst. Lat okkum tí fara beint til evni, ið hesa ferð er "Discount-barnaansingin hjá Tórshavnar Kommunu". Foreldrafelagið í Tórshavn er av teirri fatan, at tað er ábyrgdin hjá Tórshavnar Kommunu at skipa fyri barnaansing til íbúgvarnar í býnum. Kortini hevur felagið illgruna um, at kommunan roynir at sleppa sær undan hesi ábyrgd og leggja hana yvir á foreldur og fyritøkur í býnum. Tí eigur Býráðið enn einaferð at verða mint á, at allir skattgjaldarar eiga rætt til somu sømdir, og ikki einans nakrir útvaldir. Hvaðani stavar so hesin illgrunin hjá foreldrafelagnum? Sambært gerðabókini frá býráðsfundinum 7. september 2000, varð eitt mál um broyting av kommunalu dagrøktarskipanini á skránni. Fyri at útvega fleiri dagrøktarheim, varð skotið upp at broyta skipanina fyri dagrøktina soleiðis, at møguleiki varð fyri at hava egin børn í dagrøkt, undir treyt av at fremmand børn eisini eru í dagrøktini. Skipanin gongur út uppá at tú skalt gjalda fyri tíni egnu børn, ið tú hevur heima, men skal afturfyri taka fremmand børn eisini, sum tú fært løn fyri at passa. (Hesa samtykt kallar foreldrafelagið sannført av sonnum "discount-barnaansing"). Málið varð samtykt við atkvøðunum 12-0. Og so er tað vit spyrja :"12-0 til hvønn? Børnini? Neyvan!" Foreldrafelagið heldur uppá, at hetta seinasta spjálkið hjá býráðnum er tað, sum danir nevna "panik før lukketid". Veruleikin er jú tann, at allir býráðslimir við seinasta val lovaðu at loysa barnaansingartrupulleikan, men málið er ikki rokkið enn og verri enn so. Vit meina, at býráðið við hesi samtykt roynir at fáa "bíðilistan, sum er langur sum eitt ónt ár" til at síggja út sum "ein bíðilisti, sum man bíðar øðiliga stutt á" ja, eitt slag av "graslíkistbíðilista". "Discount-barnaansingin hjá Tórshavnar Kommunu" er ikki annað enn nýggja kontantgjaldið, har fólk fáa pening fyri at ansa egnum børnum og harvið taka tey av bíðilistanum. Blív dagrøktarmamma hjá Tórshavnar Kommunu! Í sínu tíð varð kontantgjaldið givið sum fíggjarligur stuðul til børn uttanfyri kommunalu ansingarskipanini. Hetta kærdi foreldrafelagið í Havn til Kommunala eftirlitið og fekk felagið viðhald í, at lógarheimild ikki var fyri at gjalda fólkið pening, fyri at halda børnum sínum heima, og sostatt uttanfyri kommunalu ansingarskipanini. Also býráðið fekk at vita, at tað mátti man ikki. Hvat ger býráðið so? Jú, syrgir fyri, at børnini sum eru uttanfyri kommunalu ansingarskipanini (also heima), kortini eru innanfyri! Men hvussu? Jú, fluks verður mamman send heim við einum posa av pengum og sínum egna barni. Men harumframt hevur hon eisini fingið starv - sum dagrøktarmamma hjá sínum egna barni. Nú er barnið innanfyri skipanina, men kortini heima hjá mammu sínari, sum samstundis fær pening frá kommununi. Alt treytað av, at hon eisini letur dyrnar upp fyri nøkrum armingum av kommunala bíðilistanum. Í samtyktini um "discount-barnaansingina" verður einki sagt, um hvørji krøv skulu setast teimum, ið velja at taka av hesum ógvuliga ivasama tilboði. Lat okkum tí hyggja at teim krøvum, ið eru sett til tær, ið eru dagrøktarmammur í dag. Fyri at verða góðkend sum dagrøktarmamma, skal heimið góðkennast. Viðurskiftini skulu skipast til fortreytirnar hjá børnunum. Spælistova, wc-viðurskifti, og útigarður o.l. Dagrøktarmamman hevur hartil rætt at fáa barnasengur, barnastólar, leikutoy, vognar og koyristólar og at fáa framt serligar innrættingar, um tørvur er á tí. Hatta vóru tey fysisku krøvini. Sjálvandi skal dagrøktarmanmman vera før at ansa børnum og hava eginleikar at vera góð við børnini sagt við øðrum orðum skulu bæði dagrøktarmamman og heimið vera barnavinarlig. Alt hetta skal góðkennast av leiðaranum av dagrøktini og økispedagoginum. Og hví verður alt hetta gjørt? Tí at ansa børnum er ikki sum at ansað eftir hønum (alt gott um tær). Býráðið hevur skyldu at tryggja, at karmarnir um barnaansingina eru tryggir. Nógv fleiri spurningar enn svar reisir samtykt tykkara. Skulu mammurnar, sum velja at fara heim at ansa børnum, eisnini góðkennast? Hvussu verður ein bíðilisti samskipaður við hesa skipanina? Hava tær rætt til somu ágóðar sum dagrøktarmammur? Hvat sigur kommunala eftirlitið? Hvat kostar eitt pláss í "discount-barnaansingini" í mun til eitt stovnspláss? Hvat um nú ein mamma angrar at hon fór heim, og velur at fara til arbeiðis aftur? Hvussu er støðan hjá teimum børnunum og foreldrunum? "Discount-barnaansingin " varð samtykt við atkvøðunum 12-0. Hon tók ikki útgangsstøði í tørvinum hjá børnunum. Foreldrafelagið meinar, at tit ístaðin fyri ivasamar lappaloysnir, eiga at seta tykkum fyri at loysa barnaansingartørvin einaferð med alla. Sum eitt av okkara skaldum sigur, so er lívið í sær sjálvum nóg trupult at "rekast og villast inní", og tí eiga tit ikki sum útgangsstøði at gera tað enn truplari hjá okkara minstu. Um tit ikki gera tað, so eru vit bangin fyri, at støðan - orsakað av hesi samtykt - verður 0-12, og tit við henni gjørdu 12 sjálvmál, ið ikki góvu tykkum atgongd til enn eitt valskeið í býráðnum. Vinarliga Vegna Nevndina í Foreldrafelagnum Sámal Johansen Rigmor Dam Inna Sigvardsen Gurðið Ellefsen Høgni í Stórustovu P.s. Forrestin ætla vit okkum í næsta brævi, at hyggja nærri at hagtølunum fyri barnaansingini. Svarti oktober grør Tey ymsu dagsins mál krevja dagliga sítt, og tá er skjótt at missa sambandi aftureftir. Nógv mál, sum liggja frammaliga nú, ganga aftur til 6. okt. 1992 og tíðina aftaná. Danskir politikkarir og fjølmiðlafólk viðgjørdu Føroyar dagliga. Enntá útlendskir serfrøðingar vóru sendir higar at siga okkum, hvat vit skuldu gera. Danskir serfrøðingar høvdu eisini nógv uppá hjarta. Allir hesir serfrøðingar visti ráðini, meðan flestu føroyingar tóktist ráðaleysir, men lív og stríðsvilji var eisini at hóma hjá fleiri. Sum skotin Montgomery segði í Sahara: >>We will never surrender<<. Men vit mugu ikki gloyma, at tey størstu og mest tíðandi dagsins mál fara langt aftur um 6. okt. tey hoyra allari øldini til. Onkur heldur, serliga leiðarin í sambands-flokkinum og javnaðarflokkinum, at hesi mál eru tikin fram aftur til stuttleika. Leiðarin fyri javnaðarflokkin sigur upp í saman, at tað er persónlig forfeingiligheit at vilja fáa Merkinum altjóða viðurkenning, so tað kann veitra millum hini merkini á ST borgini. Tosið um frælsið verður svarað við: >>Arbeit macht frei<<, sum nazistarnir skammuliga misbrúkti í týningarlegunum. At vit vilja hava málið viðurkent sum tjóðarmál er bara møsn. Tað føroyska málið, sjálvstýrisrørslan og Merkið eru saman við stríðnum fyri sosialari rættvísi høvuðsmálini í allari farni øldini. Tann demokratiska tilvitanin hoyrir eisini saman við farnu øld, men fult demokrati er ikki her fyrr enn vit hava, í hvussu so er fullveldi, helst republik. Fyri Kristi føðing funnu grikkar upp á demokratiið, og teir sóu tíðliga vansarnar, sum kundu vera við tí. Eitt teir serliga ávaraðu ímóti var, at politikkarnir bara tosaðu fólki eftir munni, ella at teir snaraðu tí sagda á hjá mótstøðumanninum, misskiltu evnið við vilja. Satt demokrati kravdi høgan politiskan moral, og síðst, en ikki minst, at avgerðirnar vóru tiknar, tí tær tæntu samfelagnum best. Fleiri dømir eru um, at griskir politikkarir fyri egnan vinnings skuld tosaðu til frama fyri onnur fólk, men lótust sum um teir gjørdu tað fyri at tæna sínum fólki. Søgunar dómur yvir hesi fólk er ikki mildur, tað var samtíðir dómurin nú heldur ikki. Formaðurin í fólkaflokkinum, sum eisini er fólkatingsmaður, hevur sagt, at tað sjálvandi var løgið fyri hann at krevja eina skipan, sum kappaði greinina, hann sjálvur sat á. Hann viðgekk hesa tvístøðu, men sami flokkur eigur løgmann og onnur, sum kunnu mynda tjakinum fyri føroyskum fullveldi. At so sami maður viðhvørt roynir at finna sær løgir, so ella so, at leggja fót fyri fullveldis ætlanunum, fær teg at spyrja, um hann ger tað fyri at tæna egnum áhugamálum ella samfelagsins. Formaðurin í javnaðarflokkinum er í einari sera óhepnari støðu. Hann skal ikki bara tæna tveimum harrum heldur trimum: Løgtinginum, Fólkatinginum og so er hann eisini sjálvur grundarsteinurin, sum danska stjórnin byggir á. Her heima er hann so gott sum einsamallur at mynda flokkin (soleiðis hevur tað altíð verið í flokkinum). Hvat so enn danska stjórnin sigur ella ger viðvíkjandi Føroyum, er hann altíð í parti við teimum. Herfyri spurdi Per Højgård hann í Útvarpinum, um ikki okkurt var at finnast at í danska politikkinum mótvegis Føroyum, men hann svaraði ikki, og Per spurdi ikki uppaftur, tó sami tíðindamaður plagdi spyrja og spyrja upp í saman. Tá ið tú undrast um hesa ótrúligu semju millum danska og føroyska javnaðarflokkin, fært tú tað fjákuta svarið: >>Tað er okkara demokratiski rættur at hava ta meiningina<< ið altíð er tann sama, sum tann hjá Nyrup. Hvat svarast til tílíkt. Tosar nakar um demokratiska rætt Haiders í Eysturríki til at hava sínar politisku meiningar t.d. Funnist verður at hansara politikki, og tað er tað, sum hevur verið gjørt viðvíkjandi javnaðarflokkinum. Men hetta neyðarsliga og hjálparsleysa svarið sigur ógvuliga nógv um, hvussu burtur av allari leið javnaðarflokkurin er dreivaður. Javnaðarflokkurin hevur havt siðvenju at sita í fólkatinginum og stemma tað sama sum danski javnaðarflokkurin, men støðan er broytt. Nú er tað dagligur kostur, at donsk og føroysk áhugamál standa móti hvørjum øðrum. Tú noyðist at velja síðu, og tað ger, at javnaðarflokkurin hvørja ferð er fyri donskum áhugamálum og móti føroyskum. Skilja javnaðarfólk veruliga ikki tann vandasjógv flokkurin er komin í? Ella er har fullkomið einaræði. Sum danir siga: >>Kæft trit og retning<<. At formaðurin í javnaðarflokkinum t.d. altíð brúkar orðið loysing ístaðin fyri fullveldi er hvønndagskostur. Við vilja at misskilja mótstøðupartin og so látast sum um tað var tað hann segði, er sera vanligt í politikki, men fyri tí eins skaðiligt fyri demokratiið. Tað er nú ikki bara í sambandi við politikkin millum Føroyar og Danmark, at javnaðarflokkurin vinglar aftan á dønum, men henda vinglan ger hann púra í ørviti. Allir hinir javnaðarflokkarnir í hinum Norðurlondunum ikki bara aksla seg av nýggjum, onkur sigur, at teir hava lagt kósina 180 stig um, men rættast er nokk at siga, at teir royna at finna eina nýggja kós. >>Stå aldrig til søs, lad de andre står/så får du stribevis af kors og bånd med mange stjerner på<< havi eg fyrr sagt um javnaðarflokkin, tó tíðir broytast. Men aftur til hin svarta dagin í oktober, tá fór aftur okkurt at kvaklast við í Føroyum. Við rygginum móti bakkatromini ella bládýpinum var bara ein vegur og farið var til gongu. Fyri hvørt árið og nú tey seinastu árini fyri hvønn mánað eru fleiri og fleiri, sum vilja hava skipaði viðurskiftir við danir og hesi fólk vera bara meiri sannført sum tíðin gongur. Andstøðuflokkarnir látast at hava gloymt, at danir søgdu >>Nu er sandhedens time kommet til Færøerne<< og Nyrup legði høvdi á skák og segði alfaðirliga: Jamen er det det i ønsker, so vil vi ikke hindre jer i det. Valget er jeres. Hvussu hevur hann so tikið móti hesum landsstýrinum, sum hevur meirilutan av fólkinum aftanfyri seg. Minst til at hesin meiriluti, tey nógvu av teimum, um tey ikki á bíbilskan hátt hava sæð ljósið ella eru umvend, eru tey vaknað og tosa nú heilt annarleiðis um politikk, ikki minst tann politikk, sum viðkemur sambandinum millum Føroyar og Danmørk. Sum ein dani tók til >>Færøsagen har samlet danskerne<< eg legði afturat, tað ger hon eisini í Føroyum. Minnist tá aftur á tosið bara fyri einum ári síðani ella undan valið er tað, sum um eitt nýtt fólkaslag hevur tikið búgv í oyggjunum. Allastaðni, kanska undantikið fundamentalistiskar kjarnuveljarar hjá javnaðarflokkinum og sambandsflokkinum, merkir tú ein arbeiðshug og lívsfýsni. Fólkatalið økist. Nógv g fólk í besta aldri flytur aftur. Nakað herfyri segði ein skilamaður mær, at eg ánaði ikki, hvussu nógv vællærd fólk, sum sótu í góðum størvum aðrastaðni, vildi koma aftur itl Føroyar. Men javnaðarflokkurin heldur áfram við at spáa fólkaflyting, tí tey skulu eitast at fáa fleiri pengar aðrastaðni. Fyrr sum nú eru pengar hóast alt ikki alt. At samráðingarnar við danir blivu truplar var altíð væntandi. Eg plagdi at minna á, hvussu drúgvar samráðingarnar vóru hjá íslendingum bara at fáa tey íslendsku handritini til Ísland, men tú kanst aldrin siga nakað við fullari vissu frammanundan. Tað lá har og spøkti aftan fyri alt. Júmen um nú danir skilja henda søguliga møguleika til at geva okkum somu sømdir, sum Ísland fekk í 1918. Hetta hevði verið nakað fantastiskt. Ein glógvandi hending, sum hevði sæst í øllum londum og øll Norðurlond høvdu voksið við tað. Soleiðis gera rættir norðbúgvar. Og landsstýrið hevur nakað roynt at visa og rætta so javnaðarflokkurin kundi taka undir við áheitanini, men alt til onga nyttu. So far so good, sum bretar siga. Ikki nyttar at gráta um spilta mjólk. Vit eru komin langt. Vit standa sterk. Vit hava eina góða søk. Eitt rættvísir krav, sum altjóða samfelagið tekur undir við og virðir. At formaðurin í javnaðarflokkinum kundi søkka so djúpt og vera so fjákutur, at hann roynir at billa fólki inn at flent verður at okkara hátt virda landsstýri. Hevur maðurin gloymt, at føroyingar fylgja væl við í altjóðatíðindum, og at netið er atkomiligt hjá nógvum føroyingum. Orðatakið >>Ofta etur hundur, tað hann havnar<< er longu við at ganga út. Steinbjørn B. Jacobsen Kommuna við samábyrgd Hvat skal kommunuvalið í Tórshavnar kommunu, ið telur meira enn ein triðing av Føroya fólki, snúgva seg um? Skal valið hava eitt veruligt innihald um framtíðina hjá øllum borgarunum í kommununi, ella skal hvørt valevnið í sínum lagi bara egna fyri seg sjálvan? Svarið skuldi verið sjálvsagt. Fara vit í huganum eini 8-10 ár aftur í tíðina, vita vit, at støðan hjá landi og kommunum var út av lagi vánalig, men so væl hevur viljað til, at vit eru rættiliga komin fyri okkum aftur, hóast ikki allar súðir eru syftar enn. Byrurin hevur verið heilt góður, men samstundis hava tey allarflestu fólkini, ið hava staðið á odda, víst ábyrgd og ásannað, at vit mugu ikki koma okkum aftur sama díki. Hetta er eisini galdandi fyri Tórshavnar kommunu. Sitandi býráð kann vísa á framúr góð úrslit at leggja fyri fólksins dóm, og sjálvandi eigur hesin politikkur at fáa eitt valskeið afturat - við sama skipara! Kommunan er væl á veg at berja øll fíggjarlig fjøtur av sær og er vorðin munandi størri, sterkari og ríkari hesi fýra árini. Henda góða kósin skal haldast. Landsins høvuðsstaður má hava so mikið stórt fíggjarligt rásarúm, at møguleikar eru at endurnýggja seg og hyggja frameftir. Sum bygdaráðslimur í Argja kommunu 1993-96 veit eg, hvussu støðan var. Ta ferðina var tað lítið lokkandi at stilla upp til bygdaráðsval. Vit funnu so fram til - saman við tí tá sitandi býráðnum - til eina varandi og haldgóða loysn fyri borgararnar í Argja kommunu. Fáur man í dag muta ímóti tí avgerðini, og ein onnur rættiliga stór kommuna við nógvum møguleikum, Kollafjarðar kommuna, hevur tikið somu avgerð, men ivaleyst av eitt sindur øðrvísi orsøkum. Tað kennist væl nú at síggja, at handa avgerðin var tann rætta, hóast okkurt smávegis kann vera at seta fingurin á, men tað hevur einki at siga í longdini. Nú er "tillagingartíðin" farin afturum í øllum góðum, og vit í gomlu Argja kommunu kunnu við góðum treysti líta frameftir. Eg ynski eisini kollfirðingum vælkomnum í Tórshavnar kommunu og vóni, at teir fara at trívast væl og fáa nógv burturúr. Grundarlagið undir fíggjarorkuni hjá kommunum er hvør einstakur skattgjaldari, sum tí hevur bæði rætt og skyldu at fylgja við býráðsarbeiðinum. Kommunuskatturin fyri alt landið er upp ímóti 90% av landsskattinum, so her er talan um eina tunga byrði fyri hvønn borgara. Øll vildu vit havt hesa byrði eitt sindur lættari, og tað kunnu vit helst eisini fáa, um skil og samvitska vera sett í hásæti í staðin fyri skilaloysið frá áttati árunum, tá ið kommunurnar fingu - við loyvi frá landsstýrinum - at læna seg út á sjógv, og skattaprocentið var ósambæriliga lágt. Innan fyri hendan avmarkaða fíggjarkarmin skulu vit búleikast, men summi valevni hava ikki altíð hetta fremst í huganum. Tað er ólíka lættari at spyrja (tilvildarlig?) fólk í bussskýlum, um tey keða seg, og síðani blása hetta upp til tann stóra tørvin. Vit kunnu vera og hava eisini loyvi at vera ymisk á máli um mangt og hvat í kommununi, men at halda fast um fíggjarliga førleikan og sjálvbjargnið kommununnar eiga vit at hava fremst í huganum! Orðið kommuna merkir felagsskapur, og tað er júst felagskensluna vit skulu styrkja í hesum tíðum. Ein samhaldsfastur og solidariskur felagsskapur, sum er førur fyri at fremja munagóðar loysnir skjótt, t.d eitt nú tað átrokandi ansingarmálið. Henda samábyrgdin er eisini neyðug, tí at kommunan eftir fáum árum er munandi vaksin bæði í stødd og fólkatali, men umboðini lutfalsliga fækkað. Regin av Steinum valevni í Tórshavnar kommunu fyri Tjóðveldisflokkin Oddagrein: Hvat hendir í Fólkaflokki NÓGV hevur verið gitt, hvussu leingi henda samgongan man halda, nú fullveldismálið tykist verða steðgað upp ella komið til eitt vegamót, har ein ella onnur avgerð skal takast um støðuna hjá samgonguflokkunum. Vit hava sæð og hoyrt, hvussu býttur fólkaflokkurin stendur í hesum máli. Tað hava veljarakanningar víst, og tað hava úttalilsi hjá framstandandi fólkafloksmonnum prógvað. Í blaðnum í dag úttala tveir av landsstýrismonnunum hjá flokkinum seg rættiliga avgjørt um málið og rógva framundir, at nú má upprunaliga linjan, sum flokkurin hevur lagt saman við Tjóðveldisflokkinum, sleppast og ístaðin skal setast í verk ein stig fyri stig linja, nakað, sum líkist tí, ið Javnaðarflokkurin er gingin inn fyri. SPURNINGURIN er so bara, hvat er taktikkur og hvat er veruligur politikkur. Tað er eingin loyna, at fólkafloksmenn eru útspekuleraðir taktikkarar í politikki, og nú teir hava buktina og báðar endar í Tinganesi, kunnu gera eisini gera júst sum teimum lystir. Tað einasta, sum teir mugu ansa eftir, og sum løgmaður og formaður floksins tykist hugsa nógv um, er, hvussu man heldur flokkin intaktan. Tvs. hvussu kann man líkasum orða seg eitt sindur veikari í fullveldismálinum við t.d. at tosa um stig fyri stig loysn - uttan harvið at fornerma og stoyta teir mest rabiatu loysingarmenninar í flokkinum! Hetta er júst kjarnin í málinum og orsøkin til, at oddamaður fólkafloksins hevur havt ein til tíðir lágan profil í fullveldismálinum og aðrar tíðir ein meira avgjørdan, sum liggur uppat tjóðveldislinjuni. Eftir okkara tykki roynir løgmaður at fáa bæði stig fyri stig fólkini í flokki sínum og fullveldisfólkini nøgd, og tí hevur hansara linja verið so lunkað. Tá hann hevur tosað um breiðar semjur hevur tað ikki bert verið fyri at rætta eina hond út til Javnaðarflokkin men so sanniliga eisini fyri at varðveita sín egna flokk. At hann so hevur tikið ein av stig fyri stig monnunum í flokkinum og ein av teimum, sum torir at tosa ímóti Tjóðveldisflokkinum, Bjarna Djurholm, út í Tinganes at standa við sína lið, kemst av nettupp hesum sama: at vísa tí hóvliga partinum av flokkinum, at hann, løgmaður letur seg ikki manipulera av Høgna Hoydal, soleiðis sum stig fyri stig maðurin Birgir Danielsen vildi vera við. Tey, sum halda, at Bjarni Djurholm er fluttur úr Tinginum og út í Tinganes fyri at passivisera hansara álop á fullveldisætlanina mistaka seg. Hann er tvørturímóti settur út í Tinganes fyri at hjálpa løgmanni í psykologika stríðnum ímóti Høgna Hoydal & Co: hvussu broytir flokkurin linju uttan at missa ov nógv av sínum egnu til Tjóðveldisflokkin! HVAT løgmaður so enn ger, so verður tað torført hjá honum at varðveita flokkin, sum var einki hent. Tí við at lata seg draga so langt út á fullveldisleið Tjóðveldisfloksins hevur hann eisini gingið einum parti av sínum veljarum á møti. Og nú at draga í land vil hava við sær, at nógvir fullveldissinnaðir fólkafloksmenn fara uppí Tjóðveldisflokkin. Tað er longu við at henda. So er spurningurin hvør floyur er í fleiritali! Eftir okkara tykki verður tað Djurholm, Breckmann, Danielsen floyurin, sum fer at vinna, og hetta hevur helst løgmaður eisini innsæð. Tí er Bjarni Djurholm við hansara lið í Tinganesi. RAV4 nýggjur frítíðarbilur nýggjur frítíðarbilur frá Toyota - nýggjur frítíðarbilur frá Toyota. Tá Toyota í 1994 fyrstu ferð komu á markanaðin við RAV4, løgdu teir grundstøði undir einum heilt nýggjum bilklassa, SUV (Sport Utility Vehicle), ið varð væl móttikin og spreiddi seg um allan heimin Tá Toyota í 1994 fyrstu ferð komu á markanaðin við RAV4, løgdu teir grundstøði undir einum heilt nýggjum bilklassa, SUV (Sport Utility Vehicle), ið varð væl móttikin og spreiddi seg um allan heimin. Tvær støddir Brúkara kanningar hava víst, at fólk velja hesar bilar meira eftir tí útsjónd og koyrieginleikum teir hava, enn orsaka av off-road eginleikunum. Tí hevur Toyota gjørt RAV4 við tveimum møguleikum, trekk á framhjólunum ella fýrahjólstrekk. `I báðum útgávunum er møguleiki fyri at velja ímillum ein stuttan sportligan bil við 3 hurðum, og ein stóran og elegantan bil við 5 hurðum. At síggja til er RAV4 nógv broyttur, í mun til forgangaran. Væl ljóðdoyvdur Nýggjasta útgávan av RAV4 hevur hvørki reduktiónsgear ella sperru, so hann er ikki beinleiðis gjørdur til at koyra í haganum við, hóast hann klárar seg væl. Koyri- eginleikarnir eru sum á einum persónbili, bert tað at man situr hægri, og útsýni harvið betur. Ljóðdoyvingin er betrað við 50 %. Bilurin er smartur innan, við instrumentum við hvítari bakgrund, leðurrætt og silvurgrá panelir og kontaktir. Hann er líka arbeiðsvinarligur sum ein MPV. Diesel næsta ár Motorurin er ein 2.0 litur VVTi við 150 hk. Annars er tað soleiðis at teir sum einans hava trekk á frammhjólunum hava ein 1.8 litur motor við 125 hk. RAV4 verður eisini seldur sum vøruvognur, og um eitt ár kemur hann við einum common rail dieselmotori. Kabinan trygg RAV4 hevur ABS bremsur við EBD (Elektronic Brakeforce Distribution), kabinan er bygd sum eitt trygdarbúr, har takið og hurðastólparnir hava stoytdoyvandi lamellir, sum verja tey ferðandi um bilurin bóltar runt. Eisini eru trygdarbjálkar í hurðunum og forsetrini hava WIL (Whiplash Injury lessening). Standard útgerðin er m.a. fjarstýrt sentrallás, el-síðurútar framman, el-síðuspegl v/varma, elektroniska startsperru og tokulyktir framman. Sum á øllum Toyota bilum er 3 ára garanti og 12 árs garanti móti gjøgnumtering. Opið hús verður í bilhøllini hjá Reyni Service í Hoyvík, leygardagin 30. september frá kl. 10.00 til 15.00. Eitt sindur um Bilar Alfa Romeo 147 Á altjóa bilaframsy'ningini í Paris, verur ein ny'ggjur Alfa Romeo 147 sy'ndur fram, i er gjørdur til beinleiis kapping í tí sonevnda >>Golf<< klassanum. Kelda: Bilen Motor & Sport Mazda bestir Sjófólk skulu nú fáa betri heilsutænastur Tað er dýrt at bróta túr av fyri at fara inn við sjúkum fólki. Arbeitt verður nú við eini ætlan, har tað skal bera til at viðgerða meiri umborð á skipunum Arbeitt verður nú við eini skipan, har tað í størri mun skal bera til at viðgerða sjófólk umborð á skipum, heldur enn at flyta tey til lands at fáa viðgerð fyri sjúkur ella skaðar. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, sum varð lagt fram í gjáramorgunin, verður víst á, at sjófólk hava ikki sama møguleika at fáa tænastur frá heilsuverkinum, sum hinir skattgjaldarnir hava. Hetta ger seg serliga galdandi fyri sjófólk í langfarasigling, har tað kostar nógv at bróta túr av, fyri at fara inn við sjúkum fólki. Men nú uppskotið til fíggjarlóg verður lagt fram, sigur Almanna- og heilsumálastýrið, at nú á døgum ger tøknin, at tað ber væl til at senda bæði ljóð og myndir yvir fylgissvein. Og tað ger, at tað eisini ber til at veita sjófólkið eina nógv neyvari tænastu. Fólk úr heilsuverkinumí Grønlandi, Føroyum og Íslandi hava fingið 35.000 krónur í stuðuli frá Norðuratlantssamstarvinum, NORA, til at menna eina skipan, so at tað ber til hjá heilsuverkinum í Føroyum, Íslandi og Grønlandi at fáa upplýsingar frá skipum um fylgissvein. Talan kann t.d. verða um litmyndir, sum kunnu verða sera hentar og nýtiligar, um lækni á landi skal geva góð ráð um, hvussu, t.d. sár, skulu viðgerast. Men talan kann eisini vera um at senda hjartabílat, EKG. Forteytin fyri at fáa eina slíka skipan at virka, er kortini, at bæði heilsuverkið og skip fáa neyðuga útgerð og útbúgving í at brúka hana. Tær 350.000 krónurnar, sum NORA hevur játtað tilsamans, er ikki nóg mikið til at fáa skipanina at virka í Føroyum. Almanna- og heilsumálastýrið heldur tí, at tað er rætt at seta 500.000 krónur av á komandi fíggjarlóg til endamálið. Veðrarnir vóru eitt vónbrot í ár Veðrasýning hevur verið í Hvalba, men teir vóru ikki serliga væl nøgdir við úrslitið Veðrarnir í Hvalba eru ikki so vakrir í ár, sum teir annars hava verið tey seinastu árini. Hetta máttu dómararnir ásanna, tá ið hvalbingar høvdu veðrasýning seinasta leygardag. Tá ið dómararnir vóru lidnir at skoða veðrarnar, mátti tann eini dómarin, Petur Karl av Rana, staðfesta, at í ár vóru veðrarnir eitt vónbrot. Hinir báðir dómararnir vóru Frits Poulsen úr Sumba og Ásmundur Bærendsen av Tvøroyri. Petur Karl av Rana sigur, at í ár vóru bæði beinini og ullin vánaligari enn tey hava verið undanfarnu árini og tað dregur nógv frá, tá ið metast skal um ein veðr. Hann sigur, at tað er ein stórur spurningur, hvussu tað ber til, at seyður kann broytast so nógv frá einum ári til annað. Hann nevndi dømi um eitt lamb, sum hevði fingið úrvalsvirðisløn fyri alla Suðuroynna í fjør. Síðani er tað broytt so nógv, at nú tað var við á veðrasýningini í ár, var tað við bit og slit, at tað fekk 2. virðisløn. Kappast var í tveimum bólkum. Teir veturgomlu veðrarnir vóru í øðrum bólkinum og í hinum bólkinum vóru veðrar, sum vóru tvævetur og eldri. Yvirhøvur vóru teir veturgomlu veðrarnir so vánaligir í ár, at av teimum veturgomlu veðrunum, sum vóru við á sýningini, var tað ongin, sum var mettur at vera nóg góður til at fáa 1. virðisløn. Kortini fingu teir vakrastu veðrarnir steyp. Eliesar Poulsen, sum skipar fyri veðrasýningunum, veit heldur ikki hví, at veðrarnir ikki eru so vakrir í ár. Tað vísir seg kanska, at veðrar, sum ganga á bleytari jørð í eini trøð, linka í afturbeinunum. Hinvegin vóru veðrarnir, sum komu úr feitilendi, nógv betri, tí teir hildu sær betri. Annars vóru veðrarnir tyngri í ár, enn teir hava verið fyrr. Fleiri vigaði nøkur og níti kilo, og heilt nógvir vigaði nøkur og 80 kilo. Hetta sigur okkum, at hóast tað hevur verið óvanliga turt, so hevur grasið verið gott. Somu ganga aftur Hetta er sjeyndu ferðina, at skipað er fyri veðrasýning í Hvalba. Øll árini, uttan tað fyrsta árið, er virsðisløn eisini latin fyri tann tyngsta veðrin. Og hóast støðið í ár var lægri, enn tað hevur verið seinastu árini, so vísti tað seg, at tá ið virðislønirnar skulu latast, eru tað sum heild somu menn, sum ganga aftur ár undan árið. Tvs, at tað eru summir menn, sum gera sær størri ómak við seyðinum enn aðrir, staðfesti Petur Karl av Rana. Hermundur Hentze fekk virðisløn fyri at hava tann tyngsta veðrin. Tað virðislønina hevur hann fingið hvørt einasta ár, síðani teir fóru at lata virðisløn fyri tyngsta veðr. Men í ár vigaði veðrurin kortini eitt sindur minni, enn hann hevur gjørt seinastu árini. Í 1998 vigaði hann 98 kilo, í fjør vigaði hann 97 kilo og í ár vigaði hann 95 kilo. Eliesar Poulsen fekk sjálvur steyp fyri at hava tann vakrasta veturgamla veðrin av teimum, sum vóru. Hann var 79 sentimetrar høgur, bróstmálið var 98 sentimetrar og hann var 18 sentimetrar um mjóryggin. Steyp fyri næstvakrasta veðrin fekk Jósvein Ellendersen, tað fekk hann fyri áðurnevnda veðrin, sum fekk úrvalsvirðisløn sum lamb í fjør. Steyp fyri triðvakrasta veðrin fekk Vilmund Michelsen, sum eisini eigur ein hóp av steypum á hyllini frá sýningunum, sum hava verið árini frammanundan. Av teimum veðrunum, sum vóru tvævetur og eldri, fekk Vilmund Michelsen bæði steyp fyri tann vakrasta og tann næstvakrasta. Tann vakrasti var 86 sentimetrar høgur, bróstmálið var 110 sentimetrar og hann var 20 sentimetrar um mjóryggin. Steypið fyri tann triðvakrasta veðrin fekk Eliesar Poulsen. Tilsamans vóru 43 veðrar við á sýningini. Av teimum vóru 11 veðrar tvævtur og eldri. Dygdin hækkað Annars sigur Eliesar Poulsen, at yvirhøvur er dygdin á seyðinum nógv hækkað, síðani teir fóru í holt við sýningrnar fyri sjey árum síðani. Serliga hesi seinastu tvey, trý árini, er tað týðiligt, at tað sæst aftur, at menn eru farnir at vanda sær meiri um at fáa vakran seyð. Annars er ætlanin at sýna lomb í Hvalba 4. november. Men áðrenn tað verða eisini sýningar í Trongisvági, Í Hovi, í Porkeri, Í Vági og á Tvøroyri. Nyrup fær skyldina Donsku bløðini geva forsætisráðharranum skyldina av úrslitinum hósdagin Tað eru ikki blíð orð, ið forsætisráðharrin fær í oddagreinunum í donsku bløðunum eftir ósigurin hósdagin. Nyrup varð vrakaður av fólkinum, skriva bløðini. Jydske Vestkysten skrivar, at atkvøðugreiðslan í stóran mun kom at snúgva seg um trúvirðið hjá forsætisráðharranum. Og tí var tað ein taparasak frá byrjan til enda, skrivar blaðið. Nyrup skeyt seg sjálvan í fótin á ein sovorðnan hátt, at álitið frá veljarunum er farið, skrivar Århus Stiftstidende. Informatión skrivar, at avgerðin hósdagin vísir hvussu átroðkandi tað er at fáa eitt djúptøkt kjak í lag um ES og danska leiklutin í ES, skrivar Informatión. Berlingske Tidende samanber støðuna hósdagin við støðuna í 1992, tá ið danir somuleiðis søgdu nei. Høvdu Nyrup og Jelved háttað sær øðrvísi og ikki á sama hátt sum Schlüter og Uffe Ellemann í 1992, so hevði støðan verið ein onnur í dag. Tey bæði settu seg upp ímóti fólkinum, og forsætisráðharrin hevur gjørt sjálvmál, líka síðani valstríðið um evruna byrjaði, skrivar blaðið. Flestøll onnur bløð eru samd um, at forsætisráðharrin má taka í egnan barm og síggja i eyguni, at hann og kósin hjá honum hava ábyrgdina av, at danir søgdu nei. Eisini Aktuelt, ið annars er vinarliga sinnað mótvegis stjórnini gevur ja-síðuni ábyrgdina. Blaðið skrivar, at skal støðan nakrantíð gerast øðrvísi, so má misálitið hjá fólkinum mótvegis ES viðgerast á ein heilt annan hátt enn higartil. Mugu broyta evropeisku kósina Donsku flokkarnir eru samdir um, at Danmark má broyta kós í evropapolitikki sínum. Tað ber ikki til, at fólkið er býtt í tveir at kalla líka stórar partar 53,1 prosent av danska fólkinum vendu fyrradagin donsku stjórnini og øllum teimum stóru flokkunum bakið. Bert 46,9 prosent vístu, at tey hava álit á kósini, sum stóru flokkarnir stungu út í kortið fyri nøkrum mánaðum síðani. Danmark skal sjálvt skipa síni gjaldoyra- og peningaviðurskifti, segði meirilutin. Men hóast hetta so undurstrikaði Poul Nyrup Rasmussen, at avgerðin ikki merkir, at Danmark hevur vent Evropa bakið. Vit hava ikki sagt nei til evropeiska samstarvið í dag, segði forsætisráðharrin. Hann rætti samstundis hondina út til hinar flokkarnar um eitt betri samstarv um evropapolitkkin í framtíðini. Poul Nyrup Rasmussen ásannaði, at tað ikki er nøktandi, at fólkið stendur so spjatt í sínum sjónarmiðum um evropapolitikkin. Og hesum eru hinir flokkarnir samdir við honum í. Nei-síðan hartaði ja-síðuna fyri at ganga einagongd og ikki hyggja eftir, hvørji veruligu ynskini hjá fólkinum eru. Hetta er ikki eitt nei til Evropa. Hetta eru eini boð frá fólkinum til donsku stjórnina og stjórnirnar í hinum ES-londunum um, at fólkið vil hava ávirkan á gongdina, segði stóri sigursharrin, Holger K. Nielsen, tá ið hann sigurssælur kom inn á Christiansborg fyrradagin. Vinstra og socialdemokratarnir eru samdir um, at Danmark í framtíðini skal arbeiða fyri at fáa eitt greiðari uppgávubýti í ES. Hvat skal ES ráða yvir, og hvat skulu einstøku londini ráða yvir. Tað er greitt, at fólkið hevur lagt dent á, at vit finna eitt greitt uppgávubýti, og tað fara vit so at arbeiða fyri, segði Poul Nyrup Rasmussen, sum samstundis tók á seg høvuðsábyrgdina fyri, at evran varð vrakað av fólkinum. Status Quo í Danmark Støðan í Danmark er óbroytt, eftir at ein meitluti valdi krónuna fram um evruna fyrradagin. Krónan er framvegis álitið, og fíggjarmarknaðirnir hava í dag víst, at teir hava álit á krónuni. Fíggjarmarknaðirnir hava ikki revsað Danmark, sum fyrradagin vísti sítt misálit á felags-evropeiska gjaldoyrað evruna. Krónan er styrkt nakað í morgun, og virðisbrøvini standa nakað sterkari í dag enn fyrradagin. Fíggjarmálaráðharrarnir í teimum 11 evru-londunum hava allir roynt at vísa á, at støðan sum so ikki broytir nakað. Danmark var uttanfyri fyrradagin, og landið er framveigs uttanfyri evru-samstarvið. Vit fara víðari við okkara ætlanum, siga fíggjarmálaráðharrarnir. Danska stjórnin og Tjóðbankin vóru fyrradagin skjót at gera vart við, at danska krónan skal verjast móti gjaldoyraspekulantum. Tjóðbankin fer ikki at loyva krónuni at koma undir trýst. Til tess at visa umheiminum, at álvari liggur aftanfyri orðini, hækkaði Tjóðbankin í morgun útlánsrentuna eitt hálvt prosentstig. Hetta varð millum annað gjørt fyri at vísa umheiminum, at Tjóðbankin hevur neyðugu styrkina til at verja krónuna. Hildið verður ikki, at neyðugt er hjá stjórnini at seta nøkur búskaparlig tiltøk í verk, eftir avgerðin fyrradagin. Bæði Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, og Marianne Jelved, búskaparmálaráðharri, siga, at ongar ætlanir eru um búskaparlig inntriv. Fleiri fyrimunir við evruni Tað hevði verið til stóran fyrimuns fyri føroysku útflutningsvinnuna, um danir atkvøddu ja til evruna á fólkaatkvøðuni, vísir stjórin á Fiskasøluni á Høvdu danir atkvøtt fyri evruni og Føroyar sostatt komu við í evrusamstarvið, hevði hetta gjørt útflutningsmarknaðin hjá føroyingum størri, tryggari og betur. Hetta heldur Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Fiskasøluni. Hans Johannes á Brúgv vísir á, at føroyska útflutningsvinnan kundi fingið væl meira av peningi burturúr, høvdu vit evruna sum gjaldoyra. Hetta hevði nevniliga gjørt, at vit sluppu undan at veksla allar inntøkur um til krónur og vera noydd at rinda gjald fyri vekslan. Eisini høvdu vit við evruni sum gjaldoyra sloppið undan at tryggja hvørt oyra, vit handla við, fyri kurstapi mótvegis teimum stóru gjaldoyrunum, vísir Hans Johannes á Brúgv á. Stór umsiting Stjórin á Fiskasøluni sigur, at heili 80 prosent av føroyska fiskinum, sum verður útfluttur, verður seldur til lond í ES. Hetta merkir, at meginparturin av okkara handlum fara fram í evrum, sigur Hans Johannes á Brúgv. Men samstundis vísir fiskasølustjórin á, at tá roknskapurin skal gerast upp, skal hann gerast upp í krónum. Hetta merkir, at peningurin má vekslast, og tað kostar. Í veruleikanum merkir hetta, at Fiskasølan er noydd at arbeiða í krónum alla tíðina. Og tá krónan er eitt so mikið lítið gjaldoyra í mun til evruna, er neyðugt at tekna tryggingar móti kurstapi, og hetta kostar eisini. Alt hetta skapar eina nógv størri umsiting, enn tað hevði gjørt, høvdu vit evruna til gjaldoyra, vísir Hans Johannes á Brúgv á. Fer ikki at órógva Hóast tað nú er greitt, at evran ikki verður føroyskt gjaldoyra tey næstu mongu árini, roknar Hans Johannes á Brúgv kortini ikki við, at danska avgerðin fer at gera arbeiðið hjá føroysku útflutningsvinnuni uppaftur truplari. Hetta fer helst ikki at merkja nakra broyting í okkara arbeiði, og eg rokni heldur ikki við, at danska nei-úrslitið fer at órógva evropeiska marknaðin fyri fisk, sigur Hans Johannes á Brúgv. Fútin fer at ákæra Tórbjørn Eftir áheitan frá Søfartsstyrelsen fer fútin í næstum at reisa ákæru móti Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, fyri brot á sjóreglurnar, tá hann rendi á land við skipi sínum, Halgafelli Ein av komandi døgunum verður ákæra reist móti Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni. Tað er danska Sjóferðslustýrið, ið hevur heitt á fútan um at reisa ákæru móti landsstýrismanninum fyri brot á sjóreglurnar í sambandi við, at hann 11. januar í ár rendi á land við skipi sínum, Halgafelli. Ákæran er ikki reist enn, men Mogens Nepper Kristensen, fúti, sigur við Sosialin, at tað er vanlig mannagongd hjá fútanum at fylgja áheitanum frá slíkum stovnum, sum Sjóferðslustýrinum. Umhugsar støðuna Tórbjørn Jacobsen boðar sjálvur í tíðindaskrivi frá, at hann hevur fingið bræv frá Sjóferðslustýrinum, har hann verður kunnaður um, at Sjóferðslustýrið hevur heitt á fútan um at reisa ákæru. Men Tórbjørn Jacobsen vísir tó á, at hann enn einki hevur hoyrt frá fútanum, og tí hendir enn einki í málinum. Tá Landfogeden på Færøerne einaferð hevur viðgjørt málið og er komin til eina niðurstøðu, fer undirritaði at taka málið upp av nýggjum og meta um hvørjar møguligar politiskar avleiðingar málið skal fáa, skrivar Tórbjørn Jacobsen í tíðindaskrivinum. Landsstýrismaðurin ætlar sær sostatt ikki sjálvur at taka stig til nakarar politiskar avleiðingar fyrr enn fútin er komin til eina niðurstøðu í málinum. Í Føroyum hava vit enn onga siðvenju fyri, hvørjar politisku avleiðingarnar eru, tá ákæra verður reist móti landsstýrismanni. Einasta dømi, vit kenna, er tá John Petersen varð sitandi sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hóast hann var ákærdur fyri neyðtøku. Í ørðum londum er ein ákæra nóg mikið til, at ein ráðharri tekur avleiðingarnar og fer úr sessinum. Torført mál Løgmaður visti einki um brævið frá Sjórferðslustýrinum, fyrr enn Sosialurin bað hann um viðmerkingar til málið seinnapartin hósdagin. Tí fekk løgmaður ikki sagt, hvørjar stig, hann fer at taka í málinum. Men løgmaður ásannar, at hann hevur ein trupulleika, tá ákæra verður reist móti einum landsstýrismanni. Løgmaður vísir tó á, at valbærið ikki verður tikið frá løgtingslimi fyrr enn dómur, ið ljóðar á meira enn fýra mánaðir í fongsli, er feldur móti honum. Anfinn Kallsberg, løgmaður fer nú at kanna málið nærri. Løgfrøðingur, Sosialurin hevur tosað við, sigur, at líknandi ákærur oftast enda við bót og møguliga við hefti. Høgni Hoydal segði við útvarpið hóskvøldið, at Tjóðveldisflokkurin fer at viðgera málið um vikuskiftið. Helena hótti ikki Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísir á, at tað ikki er rætt, at Helena Dam á Neystabø hevur hótt við at fara úr landsstýrissessinum, fekk hon ikki hægri játtan Tað er ikki rætt, at Helena Dam á Neystabø á samgongufundi hótti við at siga landsstýrissessin frá sær, fekk hon ikki 65 millónir meira enn ætlað á fíggjarlógini. Hetta sigur Karsten Hansen í sambandi við, at fjølmiðlarnir hava borið tíðindi um, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum fekk hægri játtan, fyri at hon ikki skuldi fara frá. Á hasum samgongufundinum varð ikki eitt komma flutt í fíggjarlógaruppskotinum, staðfestir Karsten Hansen. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásannar, at Helena Dam á Neystabø ikki var og ikki er nøgd við játtanina, men fyri tað fær hon ikki serviðgerð. Landsstýrið er samt um, at almanna- og heilsumál skulu hava høga játtan, og tað hava tey eisini fingið. Hetta málsøkið hevur seinastu árini fingið 250 milliónir afturat, sigur Karsten Hansen. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísir á, at orsakað av, at almanna- og heilsumál fáa helvtina av játtanini á fíggjarlógini, sæst ein hækkan í játtanini ikki so væl í prosentum. Skulu samstarva við Danmark Løgmaður heldur fast við, at Føroyar framhaldandi skulu hava gjaldoyrasamtarv við Danmark, hóast Danmark verður uttan fyri evrusamstarvið Vit skulu ikki vera í gjaldoyrasamstarvi við Danmark bert fyri at gerast partur av evrusamstarvinum. Hetta sigur løgmaður eftir at tað er vorðið greitt, at danir ikki verða við í evopeiska gjaldoyrasamstarvinum. Tí heldur løgmaður eisini, at vit framhaldandi í samráðingunum um ríkisrættarligu støðuna skulu miðja eftir at hava gjaldoyrasamstarv við Danmark. Einki kjak Løgmaður hevur áður boðað frá, at hann heldur tað vera fyrimun fyri Føroyar, um Føroyar gerast partur av evrusamstarvinum gjøgnum Danmark. Tí hevur hann eisini boðað frá, at vit í Føroyum skuldu hava eitt politiskt kjak um evruna, um danir søgdu ja á fólkaatkvøðuni hósdagin. Men nú tað er greitt, at danir hava sagt nei til evruna, heldur løgmaður tað vera óneyðugt at seta hol á eitt kjak um, hvørt Føroyar skulu vera við í evrusamstarvinum ella ikki. Vit hava gjørt av, at vit skulu verða verandi í gjaldoyrasamstarvi við Danmark, og nú tað er greitt, at danir ikki fara upp í evrusamstarvið, hava vit einki at kjakast um, sigur løgmaður. Høvdu danir sagt ja til evruna, skuldu vit í nýggjar samráðingar við danir um gjaldoyrasamstarv. Og tá heldur løgmaður, at tað hevði verið heilt náttúrlitg við einum politikskum kjaki í Føroyum um evruna. Fyrimunir við evruni Løgmaður ásannar, at tað hevði verið bíligari fyri føroysku vinnuna, um vit vóru við í evopeiska gjaldoyrasamstarvinum. Hetta, heldur hann, hevði verið galdandi bæði fyri út- og innflutnigsvinnuna. Men samstundis vísir løgmaður á, at hóast 85 prosent av okkara útflutningi fer til ES lond, fara bert 30 prosent av útflutninginum til lond, ið hava valt at nýta evruna sum gjaldoyra. Tey evropeisku londini, vit útflyta mest til, eru Danmark og Bretland, vísir løgmaður á. Tískil handla vit í mestan mun í pundum og krónum. Rætt við samstarvi Anfinn Kallsberg heldur, at vit sjálvsagt alla tíðina skulu hava eyguni eftir, hvat gjaldoyrasamstarv einar sjálvstøðugar Føroyar kunnu fara uppí. Men samstundis setir hann spurningin, um talan so skuldi verið eitt samstarv um pund ella dollarar. Løgmaður vísir á, at olja vanliga verður keypt og seld fyri dollarar. Tí vísir hann á, at tað kundi verið ein fyrimunur at havt dollaran sum gjaldoyra, um oljuvinna verður veruleiki í Føroyum. Men kortini heldur Anfinn Kallsberg tað vera rættast, at vit framhaldandi halda okkum til eitt gjaldoyrasamstarv við Danmark. Síðani kunnu vit sum partur av donsku gjaldoyraskipanini finna samstarv, ger løgmaður greitt. Meira enn bert evra Løgmaður heldur, at danska fólkaatkvøðan snúi seg um nógv meira enn bert eitt val millum evru ella krónu. Fólkaatkvøðan í Danmark snúi seg um størri ella minni sameining við ES. Fólk vilja hava at vita, hvussu nógv vald ES skal hava í Danmark, og tí valdu tey at støðga á fyri at fáa eitt kjak í lag, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Snúi valið seg bara um ja ella nei til evruna, ivist eg onga løtu í, at úrslitið hevði verið eitt stórt ja, ger løgmaður greitt. Anfinn Kallsberg er ikki bangin fyri, at krónan fer at svinga í kursi samanborið við evruna. Grundgeving hansara er, at krónan er so mikið tætt knýtt at evruni, at hon fer at fylgja henni. Leggja ikki upp fyri lønarhækkan Fíggjarlógaruppskotið fyri 2001 leggur ikki upp fyri, at lønarsamráðingar aftur verða í vár Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur bert tikið hædd fyri avtalaða lønarvøkstrinum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001. Hetta hevur hann gjørt, tí hann ikki heldur tað vera neyðugt at taka fyrilit fyri, at lønarsamráðingar verða aftur í vár. Tóku vit í fíggjarlógaruppskotinum fyilit fyri einum lønarvøkstri á til dømis 5 prosent, høvdu fakfeløgini fatað hetta soleiðis, at vit høvdu játtað teimum lønarhækkan, og tað ber ikki til, sigur Karsten Hansen. Tískil kann staðfestast, at neyðugt verður við eini eykajáttan, um tað eydnast hjá til dømis Starvsmannafelagnum at samráða seg til at fáa lønina hækkaða. Ein annar møguleiki er, at landsstýrið bjóðar fakfeløgunum skattalætta. Men hetta tóktist Karsten Hansen, landsstýrismaður, ikki vera serliga heitur fyri á tíðindafundinum í sambandi við, at fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram fríggjadagin. Ein skattalætti kann føra til, at samfelagshjólini fara at mala ov skjótt, vísti Karsten Hansen á. Tískil bendir nakað á, at tað ikki fer at vera lætt hjá Fólkaflokkinum at fáa ígjøgnum uppskotið um skattalætta, sum flokkurin legði fram fyri stuttum. Umvæla ikki bygningarnar Hóast tað er neyðugt at umvæla bygningarnar, ið hoyra til Landssjúkrahúsið fyri 208 milliónir, verður einki gjørt við hetta næsta ár Bygningarnir, ið hoyra til Landssjúkrahúsið, eru so mikið illa farnir, at teir mugu umvælast fyri 208 milliónir fram til 2010. Hetta vísir ein kanning, sum Almanna- og Heilsumálastýrið í 1999 setti í verk. Men í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001 eru eingir pengar settir av til at umvæla bygningarnar á Landssjúkrahúsinum. Í 1998 vórðu játtaðar 47 túsund til leigu, viðlíkahald og skattir og í 1999 var hendan játtan 3 túsund. Í 2000 vórðu eingir pengar játtaðir, og í ár er ikki ætlanin at játta nakað til hetta endamál. Kortini er ætlaða játtanin til bygging og løguframleiðslu fyri 2001 heilar 35 milliónir krónur samanborið við 10 milliónir í 2000. Av hesari játtan ber til at brúka pening til at umvæla Landssjúkrahúsið, men kortini verður í fíggjarlógaruppskotinum gjørt greitt, at mett verður ikki, at pláss er fyri týðandi umvælingum innan fyri játtaða karmin. Kortini vísir fíggjarlógaruppskotið á, ar roknast má við einum munandi viðlíkahaldsarbeiði, so bygningarnir ikki forfella uppaftur meira. Hetta verður mett at kosta umleið 68 milliónir komandi árini. Men í sama sambandi verður aftur víst á, at ongin serstøk játtan er sett av til endamálið. Veðrið Lágtrýstið við Ísland fer norðureftir og brúgvalagið haðani verður við Føroyar í morgin. Lágtrýstið vestanfyri Írland fer í landnyrðing og dýpist og gevur nógvan vind í vikuskiftinum. Veðrið í dag: Lot til andøvsgul av útsynningi ella av ymsum ættum og sólglottar, men kanska okkurt ælið. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið sunnudagin: Fyrrapartin lot til gul av ymsum ættum og regn av og á. Seinnapartin veksur hann vindin upp í hvassan vind ella skrið av landsynningi og regn. Hitin millum 9og 12 stig. Veðrið mánadagin: Skrið av landsynningi og regn, seinnapartin skrið ella stormur av útsynningi og ælingur. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið týsdagin og mikudagin: Hann minkar vindin niður í ein strúk av útsynningi, men mikudagin veksur hann vindin aftur upp í storm millum landsynning og útsynning. Stundum regn og Hitin millum 6 og 10 stig. Í gjár: Lágtrýstið við Ísland fer norðureftir og brúgvalagið haðani verður við Føroyar í morgin. Í dag: Lágtrýstið vestanfyri Írland fer í landnyrðing og dýpist og gevur nógvan vind í vikuskiftinum. Hoydal: - Hvør sítt mál - Signar og Tórbjørn Signar og Tórbjørn Tjóðveldisflokkurin fer at hava fund um Tórbjørn Jacobsen-málið í næstu viku sigur Høgni Hoydal, sum biðjur allar partar halda høvdið kalt Nú danska stjófartsstýrið hevur heitt á fútan um at reisa ákæru móti Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, hevur landsstýrismaðurin sjálvur heitt á Tjóðveldisflokkin um at viðgera málið. Fær málið rættarligar avleiðingar er hann tilreiðar at taka tær politisku avleiðingarnar. Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, sum er stæddur í Reykjavík og tí ikki kennir stórvegis til málið, sigur, at landsstýrismaðurin sjálvur ynskir, at flokkurin viðger málið og hevur eina greiða støðu til tað. -Eg haldi, at hetta er ein konsekvent støða hjá landsstýrismanninum, sum er prísverdug, og fer hann at fáa ta viðgerð hann hevur biðið um. Tá spurningurin um embætisførsluna hjá Signar á Brúnni í SvF-málinum kom fram herfyri segði formaður Tjóðveldisfloksins, at var tað sáddur ivi um embætisførsluna hjá einum landsstýrismanni, so átti hann at fara frá, meðan málið varð kannað. Vit spurdu Høgna Hoydal, um hann nú fer at biðja landsstýrismannin frá, verður hann ákærdur av fútanum! Nú veit eg ikki, hví tit skulu knýta hesi málini saman. Tað eitt slíkt mál snýr seg um er í fyrsta lagi tann løgfrøðiligi og prinsipielli parturin: tvs. verður tað reist ein ákæra, so má man hava eina greiða støðu til tað. Hitt er tann politiski spurningurin: kemur ein landsstýrismaður út í eitt mál, sum sáar iva, um hann kann røkja sítt starv fult út, so skal man taka avleiðingarnar av tí. Og tað er hetta vit mugu meta um, um hetta er eitt mál, sum sáar iva um politiska arbeiðið hjá einum landsstýrismanni sigur Høgni Hoydal. At tað verður reist ákæra móti einum landsstýrismanni, er tað ikki ivi nokk? Jú, um ákæran verður reist. Men nú vita vit ikki, um ákæra verður reist. Tað einasta vit vita er, at landsstýrismaðurin sjálvur hevur boðað frá, at hann hevur fingið eitt bræv, og at hann hevur boðað frá, at hann er tilreiðar at taka avleiðingarnar. Hetta kann man tí als ikki knýta saman við málið um Signar á Brúnni, sum var eitt mál um stýrisskipanarlóg og eitt mál, sum løgtingið, ið hevði eftirlit við landsstýrinum, hevði reist sjálvt. Høgni Hoydal sigur, at í Signar-málinum varð reistur ivi um hansara embætisførslu, og tá helt hann tað vera rætt, at landsstýrismaðurin fór frá, meðan málið varð kannað. -Hetta málið snýr seg um ein skipara á einum skipi, sum øll vita av er farið á land, og sum 10 mánaðir aftaná fær eitt bræv frá danska sjófartsstýrinum um, at teir heita á fútan um at reisa ákæru. Fyri hvat vita vit ikki. Spurningurin her átti at verið, hví man reisir ákæru 10 mánaðir eftir og sáar hetta nakran iva um tað, sum landsstýrismaðurin hevur gjørt í síni embætisførslu í landsstýrinum? Høgni Hoyal sigur tí, at er hetta ein ivi um embætisførsluna hjá einum landsstýrismanni, so er tað ein álvarsligur politiskur trupulleiki. -Verður ein ákæra reist, so hava vit ein prinsipiellan trupulleika, sum snýr seg um, hvat man ger, tá ein landsstýrismaður kemur uppá kant við lógina. Formaður Tjóðveldisfloksins vísir á, at vit hava greiðar reglur fyri tingmenn men ikki fyri landsstýrismenn. - Og har hevur landsstýrismaðurin longu sjálvur boðað frá, at hann vil taka avleiðingarnar. Nú var Tjóðveldisflokkurin rættiliga avgjørdur í málinum um ákærurnar móti John Petersen, at hann átti ikki at sitið sum landsstýrismaður, meðan tað málið bleiv kannað! Nú eiga vit ikki at blanda mál saman. Tað er ein himmalvíður munur á, um ein landsstýrismaður hevur koyrt ov skjótt, um hetta snýr seg um smálutir ella álvarsligar ákærur. Tað vita vit ikki. Tað ræður um at halda høvdið kalt og ikki vevja alt saman í ein ellibita. Minni til vørumenning Minni peningur er settur av til menning av fiskivinnuni á landi komandi ár, enn á verandi fíggjarlóg Grundin til ætlaðu lækkingina á komandi fíggjarlóg er, at minni verður latið til vørumenning, stendur í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið. Fiskavirki, sum arbeiða útlendskan fisk ella arbeiða við ávísum vørumenningarætlanum, fáa færri pengar frá tí almenna komandi ár, enn tey hava fingið. Um fíggjarlógaruppskotið verður samtykt, sum tað er lagt fram. Stuðul kann sambært løgtingslóg latast fiskavirkjum, sum arbeiða innfluttan fisk. Virkjum, sum arbeiða við vørumenning, ella virkjum, sum menna innaneftirlitið. Eisini verður játtanin nýtt til at gjalda fyri heilsuprógv hjá starvsfólkum á fiskavirkjum og verksmiðjuskipum, verður sagt í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið fyri 2001. Hesin stuðul er í verandi fíggjarári 12 milliónir krónur. Hann var í 1999 uppi á 13. 922 milliónum. Og aftur á komandi fíggjarlóg fer hesin stuðul til fiskivinnuna á landi at minka, eftir fíggjarlógaruppskotinum at døma. Skotið er upp, at stuðulin skal verða10,7 milliónir krónur komandi ár. Minni fjølbroyttur floti Stuðul til varðveiting av fjølbroyttum flota minkar komandi ár Eftir uppskotinum til komandi fíggjarlóg minkar stuðulin til varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota rættiliga munandi. Sambært fíggjarlógaruppskotinum minkar hesin stuðul komandi ár niður í eina hálva millión. Í ár er hann tríggjar milliónir krónur. Tað vil siga, at hann minkar niður í ein sættapart komandi ár, um uppskotið verður samtykt. Eingin frágreiðing er tó í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið um, hvat nágreiniliga verður meint við varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota. Flutningsstuðulin tann sami Stuðulin til flutning av fiski innanlands verður tann sami sum higartil Flutnignsstuðul til fisk verður latin sambært løgtingslóg frá 1999. Upphæddirnar eru ásettar í kunngerð frá sama ári. Í ár er játtanin upp á tríggjar milliónir, og tað verður hon, sambært fíggjarlógaruppskotinum, bæði komandi ár og í 2002. Stuðulin verður latin til at flyta fisk frá bátum, sum landa á støðum, har eingin møguleiki er at selja fiskin. Tað er Lønjavningarstovan, sum umsitir hendan stuðulin, stendur í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið fyri 2001. ej Kirkjur og samkomur Gudstænastur 15. sunnudag eftir Trinitatis Vesturkirkjan: kl. 11, konfirmatión, Heri Joensen Argir: kl. 11, konfirmatión, Bergur D. Joensen Havnar kirkja: kl. 11, Sverri Steinhólm. (Talvan gongur fyri KFUM-skótarnar í Føroyum) Miðvágur: kl. 11, konfirmatión, Inga P. Dam Gøta: kl. 11, konfirmatión, Uni Næs. (Frá komandi sunnudegi verður farið í krikju kl. 12 í Leirvík) Haldórsvík: kl. 12, familjugudstænasta, Marjun Bæk Kollafjørður: kl. 12, Martin R. Jacobsen. (Í Kollafirði, Hósvík og Haldórsvík verður farið í kirkju kl. 12.00) Viðareiði: kl. 12, altarg., fráfaringargudstænasta, Meinhard Bjartalíð Eiði: kl. 11.40 skriftamál, kl. 12 messa, Emil Olsen. (Broytt kirkjutíð. Frá komandi sunnudegi verður farið í kirkju á Eiði og við Norðskála kl. 12) Oyndarfjørður: kl. 12, altargangur, Jógvan Fríðriksson Sandavágur: kl. 11, David Johannesen Sands kirkja: Ordinatión og prestainnseting Vágur: kl. 11, konfirmatión, Ólavur Rasmussen Tvøroyri: kl. 11, Jørgen Smed, landsskrivari hjá DMS og Petur M. Rasmussen Fríðrikskirkjan: konfirmatión, Jónsvein Bech Ebenezer Sunnudagin kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti, kl. 21 útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morgunmøti, kl. 18 evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 10, 14 og 20 undirvísing v/ Andreas Jørgensen, í morgin kl. 11 felagsmøti í Evangeliihúsinum v/Andreas Jørgensen, kl. 18 kvøldmøti, kl. 22 útmøti. Mánadagin kl. 20 bønarskúlin, Yisa Shi úr Kina greiðir frá støðu teirra trúgvandi í Kina. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 sunnudagsskúli, kl. 17 møti. Frelsunarherurin Tórshavn Sunnudagin kl. 11 møti við Palla Petersen, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti við Palla Petersen. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin í Hoyvíkar skúla, kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn og kl. 18 møti, har Jógvan Steintún talar. Øll eru vælkomin. Rhema á Hálsi Fríggjakvøldið kl. 18-19 A.T.A.P. (barnaklubbi). Onki møti í Rhema sunnudagin vegna felagsmøti og seminar í Filadelfia, Evangeliihúsinum Kelduni við Andreas Jørgensen úr Danmark. Evni er: Andi, sál og likam. Mánakvøldið kl. 20 videokvøld við Åge Åleskjær úr Noreg. Morgunbøn mánadag til fríggjadag kl. 8.30-9.30. Øll eru vælkomin. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman, Jørgen Smed frá Danmissión í Danmark vitjar okkum og fortelur um heidningamissión. Týsdagin kl. 17 í KFUM: Várgleði fyri børn. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagin verður sunnudagsskúli kl. 14 og møti kl. 18 v/Karstin Olgar Lamhauge. Innsavnan til húsið. Barnaansing er hvørt sunnukvøld, meðan møti er. Mánakvøldið er LU-arbeiði kl. 19, evni: Bønin v/Annelisu Berthelsen. Kl. 19.55 venur Manskórið. Týskvøldið verður bíbliutími kl. 20, Jóhs. kap. 21 Mikukvøldið venur Meinigheitskórið kl. 19. Hóskvøldið verður ungdómsmøti kl. 20 v/Niels Jacob Nielsen. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Minnismáltíð Harrans, kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti. Mánakvøldið kl. 20.30 Samkoma fyri ung hjún. Bønardagur á Hotel Føroyum undir heitinum: Eitt livandi samfelag verður 7. oktober. Zion, Kollafjørður Ungdómsmøti verður leygarkvøldið kl. 20, Høgni talar um evni: Gud. Sandløta verður eisini aftaná. Saron, Vestmanna Hósdagin kl. 19 frítíðararbeiði. Sunnudagin kl. 18 evangeliskt møti við dópi, Wilhelm Langemyr talar. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Mikukvøldið kl. 20 byrjar møtirøðin v/Wilhelm Langemyr. Kirkjan, Norðskála Sunnudagsskúli verður sunnudagin kl. 14.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Meinigheitshúsið á Skála Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20 við Jógvan presti. Sunnudagin kl. 1.30 sunnudagsskúli og kl. 19 møti. Sjómanskvinnuringurin kemur saman mánakvøldið kl. 19.30. Allar kvinnur vælkomnar. Filadelfia, Sundalagi Møti verður í morgin kl. 18 í Hósvík v/Sonna Djurhuus. Ørkin, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 17 í Arbeiðarafelagshúsinum Hæddini í Saltangará. Týsdagin kl. 20 húsmøti hjá Anthony og Charles Johansen, Saltangará. Hósdagin kl. 20 bønarmøti. Verið hjartaliga vælkomin. Keldan, Skálafirði Mikukvøldið kl. 20 bønar-møti. Fríggjakvøldið kl. 20.30 Vón fyri framman, við vitnisburði, sangi og hugna. Bodil og Poul Jóhannes Simonsen úr Hvannasundi luttaka. Leygarkvøldið kl. 21 opið hús við Arna Abrahamsen, Sunnumorgunin kl. 11 morgunmøti við breyðbróting, Pauli Høj tosar. Kl. 17 møti við Andreas Jørgensen frá Danmark. Barnamøti kl. 17. Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum Leygardagin kl. 20 møti við Asger Højlund frá Meinigheitsfakultetinum í Århus. Evni: Kvinnan og tænastan í meinigheitini. Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli og kl. 19 møti við Torleif Johannesen, evni: Bøn og føsta, húsakórið syngur. Drekka og innsavnan bæði kvøldini. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Leirvík Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20 v/Una Næss. Aftaná verður hugnaløta við undirhaldi og drekka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Skálavík Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 19 møti. Missiónsvikan verður 16.-19. november. Betania, Skopun Sunnudagin kl. 10.15 sunnudagsskúli, kl. 11 morgunmøti, kl. 18 kvøldmøti. Øll eru vælkomin. Zion, Sandur Sunnudagsskúli kl. 13.30. Sands Missiónshús Ongin sunnudagsskúli og einki møti vegna húsið brúkt til annað. Frelsunarherurin í Vági Leygarkvøldið kl. 20 bøn og lovsangur. Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Toril W. Olsen. Mánakvøldið kl. 20 heimaforbundið. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 evangel. fundur. Mánadagin kl. 20 bønarfundur. Týsdagin kl. 20 ungdómsfundur. Ónsdagin kl. 20 uppbygg. fundur. Sion, Vágur Morgunmøti verður sunnudagin kl. 11, sunnudagsskúli kl. 11.30 og møti kl. 18. Telefonandakt 373 777. Meira telefonstuðul Langfarasjómenn fáa eina hálva millión meira at tosa heim fyri komandi ár, enn teir hava í ár Komandi ár fara langfarasjómenn væntandi at tosa í telefon fyri eina hálva millión meira, enn teir gera í ár. Tað eru metingarnar á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001 undir greinini Telefonstuðul til langfarasjómenn (Lógarbundin játtan). Hesin stuðulin verður sambært løgtingslóg latin sjómonnum við bústaði í Føroyum, sum mynstraðir eru meira enn 30 dagar. Á verandi fígjarlóg er játtanin snøggar tríggjar milliónir krónur. Á uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár er játtanin sett til hálvafjórðu milión krónur. ej Ljós á gøtu míni >>Vøkumaður, hvat líður náttini? Vøkumaður, hvat liður náttini?<<. Vøkumaðurin svarar: >>Morgunin kemur, en enn er nátt. Vilja tit vita tað, komið tá aftur og spyrjið<<. Jes. 21, v. 11-12 Vit vita, at hesi orðini hjá Jesaja profeti longu tíðliga í tíðini vóru sett ís amband við vónir og væntanir um hitt komandi Guðs ríki, nær tað mundi fara at koma - nær tað fór at lýsa fyri degi, og hin myrka náttin var av. Onkur kennist kanska við søguna um jødiska lóglæraran, ið spurdi sínar næmingar, nær hetta mundi far at vera. >>Tá ið tú kanst síggja mun á hundi og seyði<<, helst ein teirra fyri. >>Nei, ikki er hetta rætt svarað<<, svaraði lóglærarin. >>Man tað ikki verða, tá ið tú kanst síggja mun á einum víntræi og einum fikutræi?<< helt ein annar næmingur fyri. >>Nei, heldur ikki rætt,<< svaraði lóglærarin. >>Men nær verður tað so, at tað tekur at lýa fyri degi, og Guðs ríki kemur?<< spyrja allir næmingarnir, og nú eru teir bæði forvitnir og ótolnir. >>Jú,<< sigur tann vísi lóglærarin. >>Tað er, tá ið tú í dagsglæmuni kanst hóma eitt mannaandlit og í hesum andliti eisini síggja ein bróður tín. Og kanst tú ikki tað, so eru náttin go myrkrið framvegis hjá okkum. Tá tú kanst hyggja inn í andlitið á einum medmenniskja og í hesum andliti síggja ein bróður tín, tá er náttin farin - tá hevur kærleikin sigrað á hatrinum, tá er eingin fíggindi har longur - tá er farið at lýsa fyri degi - tá er langt um leingi dagurin runnin upp, og Guðs ríki eisini komið til okkara<<. Er tað ikki tað sama, vit verða ámint um í fjallataluni, í Jesusar orðum: >>Elskið fíggindar tykkar ao gvælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl móti teimum, ið hata tykkum...til tess at tit mega vera børn faðirs tykkar, ið er í himlunum<< - eisini orð, ið skulu minna okkum á Guðs ríki - hetta ríkið, sum kom til sjóndar í Jesusar lívi, orðum og gerningum. Tí elska vit fíggindar okkara, so eru teir ikki longur fíggindar okkara - so er eisini hjá okkum farið at lýsa fyri nýggjum degi, og so er tað eisini her galdandi, at av honum, ið einki eigur ella hevur fingið, kann einki verða kravt. Sum við einum kendum donskum tilflytara í Havnini í 50-árunum. Bilar vóru heldir sjáldsamir, men kortini hevði ein teirra borið við hann, og í rættinum aftaná spurdi dómarin, hví hann ikki hevði gingið á gonguteiginum. Tá skuldi hann svara: >>Hvor kan man plukke roser, hvor ingen roser gror - hvor kan man finde kærlighed, hvor kærlighed ej bor?<< Tí gonguteigur var eingin, har hann var ákoyrdur. Men tá Jesus her talar um at elska, so er tað tí, at eisini kærleikin skuldi verið ein sjálvsagdur partuir av einum amnnalívi, sum kann minna okkum á, at menniskja er skapað í Guðs mynd og tí eisini eigur at royna at líkjast tí Guði, sum er kærleiki, og sum letur sól sína rísa bæði yvir rættvís sum órættvís. Martin R. Jacobsen Andlát 21. september Harry Jespersen á Tvøroyri, 79 ár 25. september Sámal Jákup Høgnesen, Norðoyri, 80 ár Paula Joensen, Klaksvík, ættað av Eiði, 85 ár Elsebeth Sloan Olsen, 67 ár 26. september Jimmy Rees, Vágur, 77 ár Gerda Danielsen, Klaksvík, ættað av Eiði, 88 ár 27. september Karla Nielsen, Saltangará, 83 ár 28. september Sigmund Tausen, Fámjin, ættaður úr Runavík, 83 ár Hálv milliard í avlopi Fyrrapartin í gjár legði Karsten Hansen fíggjarlógina fyri 2001 fyri tingið og ætlanin er, at knøpp hálv milliard skal leypa av, tá árið er av. Hetta er á leið tað sama, sum verður mett at leypa av, tá árið í ár er li?ugt Fíggjarlógin fyri 2001 er nú komin á tingborð. Í gjár legði Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, fíggjarlógina fyri løgtingið til viðgerar, og tað eru ikki hissini tøl, sum tingið og nevndir tess, sleppa at viðgera. Fíggjarlógaruppskotið javnvigar við góðum 481 mió. í avlopi, og er tað umleið tíggju prosent hægri enn væntaða avlopið fyri árið í ár verður. Meira inn í skatti Sum høvuðsregla kann sigast, at alt hækkar á hesi fíggjarlógini. Samstundis, sum væntaða avlopið hækkar, hækka bæði útreiðslur og inntøkur. Tað sigur seg sjálvt, at tá væntaða avlopið verður størri, so hækka inntøkurnar meira enn útreiðslurnar gera, og tað er eisini tað, sum sæst aftur í viðmerkingunum. Á inntøkusíðuni hækka bæði skattir, avgjøld og ríkisveiting. Ríkisveitingin hækkar sambært avtaluni, sum gjørd var í 1998, og næsta ár eru 993 mió. ella knøpp milliard settar á fíggjarlógina. Skattainntøkurnar í ár eru væl hægri enn væntað varð frammanundan og tað er við støði í hesari meirinntøku, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum væntar, at tað koma góðar 105 milliónir meira í landskassan í skatti, enn mett er fyri 2000. Her skal so leggjast afturat, at framrokningar, sum Fíggjarmálastýrið hevur gjørt vísa, at skattainntøkurnar í ár vera 1.190 mió. krónur og ikki 1.015, sum mett var tá fíggjarlógin var gjørd. Á henda hátt, verður hækkingin bert trý prosent. Viðvíkjandi mvg-inntøkunum er støðan tann sama. Higartil í ár, er nógv meira goldi? landskassanum í mvg enn mett var frammanundan, og tað er við støði í hesum, at landsstýrismaðurin og embætisfólk hansara vænta, at mvg-inntøkurnar gerast 825 mió. krónur komandi ár. Størri útreiðslur Samstundis, sum inntøkurnar hækka við 200 milliónum krónum, so hækka eisini útreiðslurnar. Tær hækkað við góðum 168 milliónum krónum, og tær útreiðsluhækkingarnar stava serliga frá hækking á fýra konti. Heilsumál fáa gó?ar 50 milliónir meir. Almannamál fáa knappar 65 milliónir meir. Samferðsla og samskifti fáa góðar 30 milliónir meir, og tað vera uml. 50 milliónir meira til útbúgving og gransking enn játtað er í ár. Hinvegin eru næstan 60 milliónir minni til fiskivinnuna enn játtanin fyri í ár vísir. Størsti vøksturin á almannaøkinum viðvíkir pensjóns- og forsorgarøkinum, sum hava fingið væk meira í sín part. Hetta samsvarar eisini sera væl við tann veruleika, at tað hevur verið trupult at halda játtanina í ár. Tingið viðgerð júst nú eitt mál um eykajáttan júst til Almanna- og heilsumálastýrið og tí sær tað út til at tað er tørvur á eini størri játtan. Avleiðingin av fíggjarlógaruppskotinum er, at landskassin fær eitt styrkt gjaldføri. Góðar 134 milliónir skulu gjaldast í avdráttum av landskassaskuld, men so eru enn 347 milliónir eftir. Føðingar 19. september fingu Joan Heinesen og Árni Østerø, Klaksvík, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3800 gr. 20. september fingu Anja og Gunnar Mohr, Tórshavn, eina dóttir. Hon var 54 cm. long og vigaði 3600 gr. 20. september fingu Tanja Schilder, Holstebro og Fróði L. Eidesgaard, Oyndarfirði, eina dóttir. Hon var 54 cm. long og vigaði 4150 gr. 20. september fingu Kristianna og Hilmar Jacobsen, Fuglafjørður, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3450 gr. 21. september fingu Jóna Petersen og Jógvan Fróði G. Hansen, Tórshavn, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3160 gr. 22. september fingu Hervør og Hans Petur Jacobsen, Strendur, eina dóttir. Hon var 50 cm. long og vigaði 3025 gr. 23. september fingu Elsa Dahl Ljósheim og Axel Ljósheim, Hoyvík, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4240 gr. 24. september fingu Anna Maria Nilssen og Bjarni Fríðberg, Argir, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3500 gr. 25. september fingu Halldis Haldansen og Eyðfinn Rein, Hoyvík, eina dóttir. Hon var 49 cm. long og vigaði 2450 gr. 26. september fingu Arnleyg Tungá og Bergleif Sólsker, Sandur, eina dóttir. Hon var 51 cm. long og vigaði 3415 gr. 26. september fingu Mása Tróndheim og John Havn, Klaksvík, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 5185 gr. 26. september fingu Elin og Jógvan Páll Hammer, Tórshavn, eina dóttir.Hon var 55 cm. long og vigaði 4460 gr. 26. september fingu Sóleyg og Bent Kjærbæk, Tórshavn, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3750 gr. 26. september fingu Anna Maria R. Jensen og Hermod Gásadal, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3400 gr. 26. september fingu Diana Müller, Hvalba og Lars Müller, Vágur eina dóttir. Hon var 55 cm. long og vigaði 3470 gr., 27. september fingu Rannvá og Frederik Hansen, Leirvík, eina dóttir. Hon var 55 cm. long og vigaði 4000 gr. 28. september fingu Brynhild og Oddur Samuelsen, Tórshavn, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3450 gr. Skálavík í vøkstri Væl av fólki er flutt til Skálavíkar seinastu tíðina. Barngarður og frítíðarskúli eru á veg, men tvørligt er hjá fólki at fáa bústað Skálavík: Fimm familjur við tilsamans 22 fólkum eru innan stutta tíð flutt til Skálavíkar. Kommunan er í ferð við at gera barnagarð, har eisini frítíðarskúli skal húsast. Fólk halda tað vera vorðið liviligari í Eystanbygdunum. Í Skálavík er eitt fiskavirki komið upp at standa, og har eru fólk flutt til. Eisini onnur flyta til Skálavíkar. Fólk, sum eru vaksin upp í bygdini og hava verið burtur í ymsum ørindum, koma aftur við famlju. Og eisini onkur, sum annars einki genetiskt tilknýti hevur til bygdina, er fluttur til. Linjohn Christiansen, bygdarráðsformaður sigur, at tað merkist væl í eini lítlari kommunu sum Skálavíkar, at so nógv fólk knappliga flytir til. Men tað merkist eisini á annan hátt enn bara positivt, sigur hann. Onkur teirra, sum flytir, hevur trupulleikar við at fáa bústað. Ikki soleiðis, at ikki eru hús til hesi fólkini. Men tey eru ikki øll líka løtt at fáa hendur á. Peningastovnarnir eiga hús standandi, sum fólk flutti úr, tá ringast stóð til. Hesi tómu hús, sum fleiri eru rættiliga nýggj, vilja fólk fegin sleppa at leiga. Men tey fáa blankt nei frá peningastovnunum. Tíansheldur eru fólk, sum hava fingið gomul hús í Skálavík, sum tey nú eru farin at byggja uppí, meðan tey nýggju standa tóm. Sum ein avleiðing av, at ungt fólk við børnum flytir til, er Skálavíkar Kommuna farin undir at gera dagstovn. Kommunan hevur keypt hús í Skálavík, sum skulu hýsa barnagarði og frítíðarskúla. Pláss er fyri knappliga 20 barnagarðsbørnum, meðan frítíðarskúlin verður fyri børnini upp til fjórða flokk. Tá skálvíksbørn fara í fimta flokk, flyta tey til Meginskúlan á Sandi. Skálavíkar Kommuna hevur sett leiðara fyri dagstovnin. Tilflytari úr Havn, sum er komin til Skálavíkar, haðani maðurin er ættaður. Hann hevur eisini fingið arbeiði í bygdini, og tey flyta við tveimum børnum. Linjohn Christiansen, bygdarráðsformaður í Skálavík sigur, at ætlanin er, at eisini børn úr hinum Eystanbygdunum skulu hava møguleika fyri ansingarplássi í barnagarðinum í Skálavík, um eitt nú foreldrini arbeiða á fiskavirkinum í bygdini. Bygdarráðsformaðurin sigur, at innrættingararbeiðið, sum nú er í gongd í barnagarðinum, verður liðugt fyrsta dagin. Smiðirnir fara út í næstu viku. Síðan hevur leiðarin kallað foreldrini saman, og fara tey so at tapetsera og mála. Sjálv sleppa tey at velja litir og tílíkt, sigur byrgdarráðsformaðurin. Gólválegging og tað, sum har til hoyrir, er keypt og liggur klárt og bíðar eftir álegging. Linjohn Christiansen, bygdarráðsformaður í Skálavík, roknar við, at um miðjan oktober verður barnargarðurin klárur at taka í móti børnumum. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag 75 ár 25. september 1925 varð Suðursteymoyar Javnaðarfelag stovnað. Politiska stríðið tá sum nú hevur altíð verið og er neyðugt at viðgera. Og hjá tí politiska felag, sum tá tók seg upp í Føroyum, var aðalmálið at vinna ljóð fyri sosialistisku demokratisku hugsjónini, sum eftirhondini hevði vunnið fastatøkur í øllum evropeisku londunum við tí til fylgju, at demokratisku rættindini hjá fjøldini nú vórðu vird og stættarmunurin so líðandi fór at hoyra fortíðini til. Í Føroyum høvdu røddir verið frammi so spakuliga um aldarskifitið fyri 100 árum síðani, og ungu framfýsnu kreftirnar í Havnini gjørdu serliga vart við seg. Og smátt um smátt fór hendan nýggja tíðin við sterkari krøvum um rættindi hjá tí minni menta at harna, tá Havnar Arbeiðsmannafelag varð stovnað í 1916. Við stovnanini av Javnaðarfelagnum 25 september 1925 var nú tann fyrsta staðfestingin av nýggjum ráki í politiska virkseminum í Føroyum komin. Frammanundan høvdu vit Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin, og teir sóu rímiliga reytt, tá Javnaðarflokkurin í 1927 bjóðaði seg fram til løgtingsvalið árið eftir. Síðani eru umbroytingarnar í samfelagnum vorðnar fleiri, og vit hava í dag framkomið samfelag við øllum møguleikum at byggja víðari eitt samfelag, sum kann gerast gott og sterkt, bara vit megna at leggja til rættis soleiðis, at tað verður solidariskur samleiki, sum er ráðandi og ikki samfelagið, har kapitalurin einsamallur hevur maktina og mergsýgur einstaku menniskjuna. Søgan um felag okkara er drúgv og hevur nógv at vísa á, hvussu kvinnur og menn hava lagt til brots og vunnið fjøldini betri sødir og livilig kor. Stovnarar felagsins vóru: Morentius Viðstein, hann var fyrsti formaður felagsins Anton Andréasen, skrivari Frits Hansen, kassameistari Georg Rubbeksen, nevndarlimur Johannes Hansen, nevndarlimur Poul Johs. Hansen Johannes Krogh Johannes Guttesen Joen Chr. Andreassen Tað kann vera lagt afturat, at teir, sum tá løgdu navn til í felagshøpi, vóru ofta undir somu korum, sum teir fyrstu allastaðni, tá javnaðarrørslan tekur seg upp. Mótstøðan var ofta hørð og ónærislig, at menn fyri ikki at missa breyð valdu at taka seg burtur úr felagnum - og tað gekst meira enn so, at illa gekst og striltið at fáa stillarar til lista. Hetta er søga í dag, vilja vit siga, men ein farri av hesum lyndi mundi vera tað, sum stakk hógvarnar fram í løgtinginum, tá mentamálaráðharrin, Tórbjørn Jacobsen, skírdi javnaðarfólk at vera letingar, og tá formaður tingsins ikki so frægt sum talaði at. Á 75 ára degnum stendur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag mitt í eini støðu, sum á ymiskan hátt minnir um tíðirnar bæði í byrjanini og tíðini aftan á heimskríggið, tá Javnaðarflokkurin var tað miðsøkjandi og skapandi, soleiðis at vit fingu eina samfelagsskipan, sum hevur vart okkum sum tjóð, sum fólk og sum framburðsríkt samfelag. 25. september 2000 Jákup Lindenskov Stórfingin sølustevna Tíðindaskriv: Ítróttarhøllin í Runavík verður í vikuskiftinum karmur um stórfingnu sølustevnuna Marko '2000, sum Nes Sóknar Ítróttarfelag skipar fyri. Ítróttarhøllin í Runavík verður á tremur við framsýnarum og vørum, tá sølusevnan Marko '2000 letur upp fríggjadagin kl. 17.00. NSÍ hevur áður roynt seg sum fyrireikari og fyriskipari av slíkum sølustevnum, við misjøvnum úrslitum. Men hesaferð er líkt til, at tað fer at ganga heilt væl. Fyrireikararnir vita sjálvsagt ikki hvussu mong vitjandi fara at koma til stevnuna, men teir vita, at ítróttarhøllin í Runavík er á tremur við framsýnarum og vørum. Áhuga at verða við á stevnuni hevur verið rættuliga stórur. Og tað sæst eisini aftur í høllini. Alt plássið í høllini er útnyttað til fulnar, til tess at fáa pláss fyri øllum. Tá hava fyrireikararnir enntá avgjørt, at allir persón- og lastbilar, sum skulu sýnast fram, skulu standa uttanfyri høllina. Út frá stóru undirtøkuni ímillum handlarnar og fyritøkurnar í landinum, eru fyritreytirnar fyri eini góðari og fjølbroyttari sølustevnuni til staðar. Tí vænta - og vóna - fyrireikararnir, at áhugin at vitjað stevnuna verður rættuliga stórur. Tað verða allar hugsandi vørur og tænastur at finna á sølustevnuni Marko '2000 í Runavík - bæði stórt sum smátt. 30 framsýnarar eru við á stevnuni, og teir fáast við so fjølbroyttar vørur sum innbúgv, gávulutir, fløgur, bilar, fiskiamboð, bátaframleiðslu, piercing og mangt mangt annað. So til øll tykkum, sum dáma at ganga í handlum - antin fyri at keypa, ella bert fyri at hyggja - so er sølustevnan Marko '2000 júst rætta staðið at fara. Annars eru allar hugsandi vørur og fyritøkur við, og fólk hava trygd fyri, at tað verður nóg mikið at hyggja eftir allar dagarnar. Umframt sjálvar sýningarnar á básunum er eisini nógv gott og fjølbroytt undirhald á pallinum leygar- og sunnudagin. Stevnan letur upp fríggjadagin kl. 17.00, og er hon opin til kl. 22.00. Leygardagin letur sølustevnan upp kl. 14.00, og kl. 15.00 setur Jákup Lamhauge, býráðsformaður, stevnuna. Hesar báðar seinnu dagarnar er undirhald á pallinum hvønn heilan tíma frá kl. 16.00. Leygardagin er mótasýning kl. 16.00. Kl. 17.00 undirheldur trubadururin á munnharpu og gittara, Sámal Ravnsfjall. Kl. 18.00 syngur og spælir Magni Christiansen country- og gospeltónleik á pallinum. Kl. 19.00 syngur Eivør Pálsdóttir sangir av komandi fløgu síni, sum helst kemur út seinni í ár. Kl. 20.00 er aftur stór mótasýning á pallinum, har luttakandi handlarnir og fyritøkurnar sýna fram nýggjasta mótan. Seinasta tiltakið á pallinum leygarkvøldið verður kl. 21.50, tá drigið verður millum seldu atgongumerkini fríggja- og leygardagin. Vinningarnar hava luttakandi handlarnir og fyritøkurnar latið. Sølustevnan letur aftur kl. 22.00 Sunnudagin letur sølustevnan upp kl. 15.00. Kl. 16.00 er mótasýning er á pallinum. Kl. 17.00 er vísusangarin Niels Midjord Live á pallinum. Kl. 18.00 vitja vísumenn úr Klaksvík, við m.ø. Hans Hjalta Skaale, sum flestu av okkum kenna frá beinraknu tættunum í Útvarp Føroya. Kl. 19.00 syngja og spæla Rúna á Heygum og Ronnie Nielsen. Kl. 20.00 er stór gallamótasýningi. Magni Poulsen á Skipanesi er frásøgumaður til mótasýningarnar allar dagarnar. Umleið kl. 21.50 verður drigið millum seld atgongumerki sunnudagin, og seldu atgongumerkini fyri allar dagarnar. Høvuðsvinningurin er ein ferð til Sveits við 12. Manni til landsdystin ímillum Sveits-Føroyar 7. oktobur. Sølustevnan Marko '2000 letur aftur kl. 22.00, tá formaðurin hjá NSÍ endar stevnuna. Liberaliseringar á fjarskiftisøkinum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, hevur gjørt av, at víðka liberaliseringina á fjarskiftisøkinum Fjarskiftiseftirlitið fer tí í næstum at lýsa við, at møguleiki er hjá áhugaðum at søkja um loyvi til at seta upp og reka fartelefonikervi og tænastur eftir nærri reglugerð. Krøv verða sett um neyðugan fíggjarligan og tøkniligan førleika fyri at tryggja eina góða tænastu. Fjarskiftiseftirlitið fer at standa fyri viðgerðini av umsøknum og ger síðani tilmæli til landsstýrismannin við samskiftismálum. Í tíðindaskrivinum frá Vinnumálastýrinum verður boðað frá, at dyrnan eru opnar fyri umsóknum. Tær umsóknirnar, ið lúka treytirnar, fáa loyvi. Fjarskiftislógin frá 1997 leggur upp til, at fræls kapping verður á fjarskiftisøkinum. Kappingin skal tryggja teir bestu og bíligastu karmarnar hjá brúkarunum. Hetta verður nú sett í verk. Tann meiri varandi og ynskiliga loysnin fyri menningina av fjarskifti er at fáa kapping eisini innan tað økið, verður sagt í tíðinaskrivinum. Tey lesandi fáa 9 milliónir afturat Høvuðsorsøkin til hækkanina er, at ferðastuðul innanoyggja til lesandi er innførdur, men hann telur bara ein lítlan helming av hækkanini Játtanin til lestrarstuðul á fíggjarlógini fyri næsta ár er 63 milliónir krónur. Játtanin á seinastu fíggjarlóg var 54 milliónir, og er hetta ein vøkstur á 9 milliónir. Fýra orsøkir eru til vøksturin. Høvuðsorsøkin er, at ferðastuðul til lesandi er innførdur. Hetta er bara galdandi ferðing innanoyggja. Tey lesandi fáa eina upphædd til at gjalda fyri ferðing umframt tann vanliga stuðulin. Fyrr hava tey lesandi goldið fyri flutningin av tí vanliga lestrarstuðlinum. 4 milliónir eru settar av til ferðastuðulin innanoyggja. Ferðastuðulin er ikki aldurstreytaður, men øll, sum nýta Strandfaraskip Landsins at koma í og úr skúla, fáa ferðastuðul. Fyri 20 túrar aftur og fram skal næmingurin gjalda 100 krónur. Næmingurin fær eitt elektroniskt kort, sum hann bara kann nýta á eini farleið til at koma aftur og fram einaferð. Fyri fystur ferð verður verður lestrarstuðulin prístalsviðgjørdur. Prístalið er hækkað við 5,1%, og tað hevur við sær, at játtanin hækkar við 2,7 milliónum. Aðrar orsøkir eru, at fleiri leita sær útum Norðurlond at lesa, og tað kostar landskassanum 1 millión eyka. Eisini verður roknað við einum vøkstri í ferðastuðlinum til lesandi uttanlands, sum verður mettur at vera 1,5 milliónir. Donsk kvinna sýnir fram føroyskan bindihátt Vivian Høxbro er kvinnan aftanfyri framsýningina. Troyggjur, sum Vivian hevur bundið, hanga á vegginum. Tær eru ikki til sølu, men hon selir sniðini og uppskriftirnar at binda eftir Vivian bindir á eina serliga hátt. Hon nýtir mest domino háttin, har man bindir element saman til troyggjur ella onnur pløgg. Tað kunnu verða fýrakantar ella strimlar, sum verða nýttir at skapa eitt plagg Hetta er ein háttur, Vivian hevur lært í Týsklandi. Hon sigur tó, at hann hevur verið nýttur í Føroyum í nógv Harrans ár, og henni lysti at vita, hvussu leingi hesin háttur hevur verið nýttur í Føroyum. Vivian hevur fingið at vita frá eini amerikanskari kvinnu, sum er kend innan bindiheimin, at hesin háttur hevur verið nýttur í Føroyum. Eisini arbeiðir Vivian nógv við skuggabinding, sum ger, at troyggjan broytir útsjónd, alt eftir hvaðani troyggjan verður skoðað. Vivian hevur júst givið eina norska bók út við bindimynstrum og uppskriftum, og hon arbeiðir við at geva eina út á japanskum. Framsýningin verður fríggjadag og leygardag frá klokkan 15 til 18. Eisini hevur hon skeið fríggjakvøld frá klokkan 19-22 og eitt longri skeið leygardagin frá klokkan 10-15.30. Til ber at tekna seg í Fandango. Alternativi handilsmaðurin úti í Grønlandi fimti 50 ár eru nú síðan, at Johannes Andreasen lat handil upp á Grønlandsvegnum, har húsast verður enn. Eftir eitt sera spennandi og hendingaríkt lív valdi hann at seta búgv í Havn. Handilin er nú í hondunum á triðja ættarliði Nýmálaði brandguli handilin stendur kroystur uppat vegnum. Tá hurðarnar inn í handilin latast upp, fært tú tó ikki eina kenslu av, at handilin hevur rundað tey hálvthundrað árini. Handilin er tykist vera nýggjari enn so, og dámurin inni er sum í einum hvørjum øðrum kolonial handli íHavn. Teir hava megnað at fylgt við tíðini, og handilin er tískil ikki avoldaður. Tað, sum tú tó ikki grunar við fyrsta eygnakast, er, at hesin handilin hevur eina áhugaverdari søgu enn aðrir. Hevði loyniliga uppskrift Pápi fór undir at handla fyrst í 30unum, og hetta vóru sera ringar tíðir í Føroyum og kring heimin. Tí var ofta sera tungt at fáa tað at mala runt, og fleiri handilsmenn vóru í Havnini tá, sigur Arne Andreasen. Handilin helt til í fleiri ymsum húsum kring um í býnum, alt eftir hvar pláss var. Handilsvirksemið var tó ikki nóg mikið til húsarhaldið, og tí mátti finnast uppá ráð. Onkur bað hann fara undir at gera ís og selja úti á gøtuni í býnum. Hetta vísti seg at vera eitt frálíkt hugskot, tí ísurin gjørdist væl umtóktur millum havnabúgvar. Pápi kom fram til eina sera góða uppskrift til ísin, so hann gjørdist sera vælsmakkandi. Hann helt hana tó loyniliga fyri øllum, og eingin fekk at vita, hvat tað var fyri evni, sum pápi nýtti fyri at fáa tann serliga smakkin, sigur Arne. Tað hendi tó meira enn so, at fólk komu inn, meðan Johannes gjørdi ís fyri at sneyta eftir uppskriftini. Johannes var tó avgjørdur, og hann var altíð einsamallur, tá hann lat loyniliga innihaldið úti ísin. Palle Bager lærdi Johannes at gera ísin, og tað vóru fleiri í Havn um tað mundið, sum eisini gjørdu ís heima. Sonurin Arne tók sær ofta av at gera ísin, og tað var ikki hvør maður, sum var førur fyri at gera ís, tí tað var tungt arbeiði. Eg kundi ikki torga at gera ís, tí tað er tað strævnasta og tyngsta arbeiðið, eg nakrantíð havi roynt. Tú mátti sita og vinda í næstan ein tíma, áðrenn ísurin var klárur at selja. Hetta gav eisini góða armstyrki, minnist Arne. Tá ísurin var liðugur, varð hann trillaður á súkklu oman í miðbýin, har hann varð seldur. Onkran góðan dag kundi sølan vera eini tríggjar spannir av ísi. Ein spann var tað minsta, tey plagdu at selja. Seinni fingu tey ein elektromotor, sum gjørdi arbeiðið, so tað slapst undan at sita og vinda. Hesin helt tó ikki leingi, tí stutt eftir fingu tey veksilstreym, og motorurin kundi bara nýtast til javnstreym. Stutt eftir at handilin flutti út á Grønlandsvegin, góvust tey við at gera ís. Orsøkin var, at tollur varð lagdur á ísin, og eisini varð álagt, at øll innihaldsevnini vórðu uppgivin. Fjakkarin Johannes Handilin ber navnið hjá manninum, sum fekk handilin upp at standa. Johannes Andreasen var borin í heim í Hvalba í 1894, og fór til skips sum vanligt var tá á døgum bara 14 ára gamal. Pápi hevur havt eitt ótrúliga spennandi og hendingaríkt lív. Eg sigi tó ikki, at tað altíð var so hugaligt, men merkt av hørðum arbeiði, sigur Arne Andreasen, sonur Johannes. Eftir trý ár á sjónum gekk leiðin út í heim. Danmark var fyrsti steðgurin, har hann arbeiddi í Hillerød. Hugurin um tað mundið lá tó longri úti í heimi. Í 1914 fór hann til høvuðsstaðin í Noregi, Oslo, sum tá kallaðist Kristiania. Haðani gekk leiðin við eini finskari fýra mastraðari bark til Melbourne í Australia. Eftir fýra mánaðar á sjónum rýmdi Johannes í land, og steðgurin var trý ár í landinum "Down Under". Í 1917, tá fyrri heimsbardagi leið móti endanum, legði Johannes leiðina tvørturum Kyrrahavið til Amerika, har hann royndi at finna eydnuna. Aftur her fór hann av skipinum og í land, har hann var við einum sleipibáti í havnini í New York. Var í hesum arbeiði í fýra mánaðir, áðrenn hann fór til Minneapolis í statinum Minnesota. Violinspæl hevði Johannes lært í Australia, og hesum helt hann fram við í Minneapolis. Her búði hann til 1921. Ein av hansara kenningum segði myndugleikunum, at Johannes ikki hevði loyvi at vera í landinum, og tí varð hann handtikin og sendur heim til Føroyar. Meðan Jóhannes búði í New York, fekk hann ein dagin vitjan úr Føroyum. Thorstein Arge, sum var bróðir Niels Arge, var farin til USA , og hann støkk einaferð inn á gólvið í íbúðini hjá Johannesi. Finnir maka í Rotterdam Eftir bara tvey ár í Føroyum fór Jóhannes til Danmarkar í 1923 at royna seg sum tónleikara á matstovum í Keypmannahavn. Hesum helt hann ikki leingi á við, men fór aftur út á hav at vinna til lívsins uppihald. Johannes var við fleiri skipum í hesum tíðarskeiðnum til 1931, tá hann møtir Hjørdis, sum var úr Noregi. Tey bæði funnu saman í Rotterdam, har hon arbeiddi á norsku sjómanskirkjuni. Tá Johannes fyrstu ferð kom til sjómanskirkjuna í Rotterdam, møtti hann Viggo Dahl Christiansen. Presturin bað Johannes fara avstað aftur, tí kirkjan var ikki opin tann dagin, men aftanfyri prestin stendur Viggo. Johannes hevði undirvíst Viggo í violinspæli, tá hann búði í Havn frá 1921-23. Teir høvdu tá ikki sæð hvønn annan í fleiri ár. Tá teir møttust aftur í Rotterdam, lupu teir um hálsin hvør á øðrum í berari gleði. Eitt av skipunum, ið pápi var við, kallaðist Kastelholm, sum varð minusprongt í 1942 vestanfyri Føroyar. Manningin kom øll inn á Sjómansheimið, og tá hann frætti tíðindini, fór hann við sjógv á bak oman at vita, um hann kundi hitta manningina. Teir vóru tá júst farnir út á ein enskan trolara, sum skuldi føra teir víðari. Pápi fekk at vita, at skiparin var tann sami, sum førdi skipið, tá hann sjálvur var við. Hann iðraði seg nógv um, at honum ikki eydnaðist at hitta skiparan, sigur Arne. Johannes fór heimaftur til Føroyar í 1931, og hann giftist Hjørdis árið eftir. Johannes andaðist í 1968, meðan Hjørdis varð borin í kirkjugarðin í 1984. Bygdi í Grønlandi Johannes og konan gjørdu enn eitt rend út um landoddarnar beint eftir kríggið. Tey lótu handil upp í Danmark, men komu heimaftur í 1947. Trý ár seinni varð húsið bygt í Grønlandi. Tey høvdu handil og heim í sama bygningi tá. Pápi bardist fyri at fáa loyvi at byggja heilt út til vegin, sjálvt um býráðið noktaði fyrstu ferð. Tað var týðandi tá, at hava eina inngongd á gøtuhorninum. Tá varð ikki hugsað um, at bilar skuldu kunna setast uttanfyri, tí teir kundu kanska teljast á aðrari hondini, sigur Arne. Gólvíddin í handlinum er nógv økt, síðan latið varð upp fyri 50 árum síðan. Um hugt verður uppundir loftið ber til at síggja, hvussu tey hava tikið fleiri og fleiri rúm við í handilin seinasu árini. Fýra ferðir er gólvplássið í handlinum víðkað. Handilin verður nú rikin av brøðrunum Peri og Kára. Teir hava tikið við eftir pápan, Arna, ið tók við eftir Johannes. Handilin verður tískil rikin av triðja ættarliði. Eg gekk í preliminer skúla, tá handilin lat upp í nýggjum hølum í 1950. Tvey ár seinni fór eg at arbeiða í handlinum, men tíðirnar vóru sera ringar, og eg gavst eftir eitt hálvt ár, tí ov lítið var at gera. Umsetningurin mundi ofta verða um tær túsund krónurnar um mánaðin, sigur Arne. Arne tókst við ymiskt fyrifallandi arbeiði, inntil pápin aftur heitti á hann um at taka yvir eftir seg og reka handilin. Hetta var í 1957. Húsini har um leiðir stóðu ikki so tøtt tá sum nú, men so hvørt sum fleiri hús løgdust afturat í grannalagnum, vaks kundagrundarlagið hjá handlinum. Ígjøgnum árini er handilin broyttur nógv. Í 1965 varð farið yvir til sjálvtøku, og so er handilin vaksin so hvørt. Í 1974 flutti familjan úr bygninginum, har handilin er, og bygdu eini sethús nærhendis. Nógv er broytt síðan handilin lat upp her úti, sigur Arne, tá var ikki vanligt, at handilsmenn keyptu vørur fyri fimm krónur og seldu fyri fýra, sum ofta hendir nú, leggur Arne læandi afturat. Eg havi fingið bæði skolur og rós frá kundum hesi mongu árini, men tú mást bara møta teimum við einum smíli og royna at taka tað til eftirtektar, sum kundin sigur, sigur Arne. Uppfinningarsamir Ikki kann sigast annað, enn at uppfinningarsemi er ættarbregði. Tá Johannesi í 30unum vantaði pening fyri at fáa alt at hanga saman, fór hann undir at gera ís. Tá vit fingu ringar tíðir í Føroyum fyri eini tíggju árum síðan, fór handilin at selja døgurðamat sum eitt gott ískoyti til vanligu søluna. Tá kom aftur tað alternativa fram í okkum á sama hátt sum við ísinum, greiðir Arne frá. Diskurin til heita matin kom longu í 1986, men varð ikki tikin í nýtslu fyrr enn eini trý-fýra ár seinni. Tað byrjaði í smáum, men er nú komið í eina fasta legu. Handilin hevur staðið í sama staði í hálvthundrað ár, men feðgarnir vænta ikki, at hann verður verandi í hálvthundrað ár afturat. Til tað er umstøðurnar ov trongligar, men ætlanir eru tó ikki um at flyta ella lata aftur í bræði. Alternativu handilsmenninir úti í Grønlandi finna tó altíð uppá ráð. Blandað vælskapt brek Upptøkurnar til fløguna Vælskapt Brek eru komnar undir land. Ljóðbland er farið fram í vikuni og fløgan verður løgd fram um stutta tíð Dagfinn Olsen Jóhannus á Rógvu Joensen hevur staðið fyri at gera fløguætlanina Vælskapt Brek til veruleika. Hann hevur havt nógv um oyruni síðstu dagarnar og í vikuni hevur hann lagt síðstu hond á verkið. Ein áhugabólkur tók stig til sangkappingina Vælskapt Brek. Endamálið er at varpa ljós á støðu teirra brekaðu og umstøður teirra, eins og hjá avvarðandi. Undirtøkan var góð millum sangskrivandi føroyingar. Vinnaraløgini vóru 3 í tali, men endaliga úrslitið er ein fløga við 19 av teimum meira enn 80 innkomnu løgunum. Talan er um eina tónlistarliga sera fjølbroytta fløgu, har mong av navnframastu tónlistafólkunum í Føroyum eru við, eins og fleiri, ið ikki eru so ofta at hoyra Góðar umstøður Sigast má, at arbeitt verður undir rímuligum umstøðum. Tær 19 upptøkurnar á fløguni eru gjørdar í Føroyum og í Danmark. Mest í Útvarpinum. Ljóðblandið er farið fram í Media Sound í Keypmannahavn í vikuskiftinum og í vikuni er fløgan mastrað í DanDisc. Jóhannus á Rógvu Joensen hevur staðið fyri upptøkum og ljóðblandinum. Media Sound er stórt og rættiliga væl útgjørt ljóðstudio, ið liggur úti á Amager. Bólkar sum Big Fat Snake og Michael Falck gera vanliga sínar upptøkur har. Men hyggur ein í bandhillarnar, so síggjast eisini bond við t.d. Frændum. Á fløguhillini úti í móttøkuni eru eisini mangar føroyskar fløgur at hóma millum fløgurnar, ið eru framleiddar í hesum hølum. Ætlanin er, at nýggja fløgan skal liggja á hillunum í Føroyum ein av fyrstu døgunum. Í samband við útgávuna verður ætlandi skipað fyri konsert, men júst nær alt hetta verður, er enn ikki endaliga avgjørt. Taxi spælir til fótbóltsdans Í dag er seinasta leikumfar í føroysku fótbóltskappingini, og hetta merkir, at fleiri feløg fara at halda endaveitslu í kvøld Í tí sambandi verður eitt stórt dansitiltak í ítróttarhøllini á Kambsdali. Hetta hevur veirð eitt endurvendandi tiltak seinnu árini, og aftur í ár ber til at leita sær í høllina fyri at fáa gott undirhalda. Tað er tónleikabólkurin Taxi, sum fer at spæla, og helst verða onkrir fótbóltssangir eisini á skránni. Skúlastjóri og tónleikari Hann brúkti seksti ár av lívi sínum í fólkaskúlanum, men hann hevur altíð havt tónleikin við síðuna av. Hann hevur havt serligan áhuga fyri klassiskum tónleiki, men tað endaði við, at hann fór at spæla popptónleik saman við næmingum hjá sær. Í morgin verður Alex Sólstein sjeyti ár Hann fór í fyrsta flokk sum sjey ára gamal í 1937, og hann varð ikki liðugur í skúlanum fyrr enn seksti ár seinni, í 1997. Alex Sólstein hevur brúkt alt sítt arbeiðslív í føroyska fólkaskúlanum, og hóast hann nú verður sjeyti ár, eru tað bara trý ár síðani, at hann fór úr skúlanum for good. Tá eg kom á lærarastovuna av fyrstan tíð, tosaðu lærarnir um, at teir vistu ikki, hvussu teir nýggju lærararnir, sum ongantíð høvdu verið til skips, fóru at roynast. Eg umboðaði eitt nýtt ættarlið, sum bara hevði gingið í skúla, greiðir Alex Sólstein frá. Hann byrjaði sum lærari í Klaksvík 1962, og átta ár seinni gjørdist hann skúlastjóri. Tá var hann tann yngsti skúlastjórin, sum nakrantíð hevði verið í danska ríkinum. Kúlurnar komu nær Alex Sólstein er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Bæði foreldur hansara vóru úr Klaksvík, og tað er eisini har hann hevur brúkt meginpartin av lívi sínum. Skúlatíðin hjá honum var merkt av krígnum, og Alex kom eisini sjálvur at standa andlit til andlit við krígshendingarnar. Ein dagin í oktober 1940 vóru eg og ein vinmaður á veg heim frá skúlanum. Tá kom ein týskur flúgvari inn yvir Klaksvík. Hann tveitti eina bumbu og fleyg síðani sera lágt yvir bygdini, meðan hann alla tíðina skjeyt við maskinbyrsu. Vit vóru skelkaðir, men eisini forvitnir, og tí stóðu vit og hugdu eftir flúgvaranum, og vit sóu týðuliga menninar, sum vóru umborð. Eftir hendingina sóu vit, at ein kúla hevði rakt niður í vegin beint frammanfyri okkum, og ein kúla var farin strúkandi í ein húsvegg nakað omanfyri okkum. Tað havi eg ofta hugsað um síðani. Sum børn merktu vit óttan undir krígnum, men í grundini kendu vit okkum trygg sum børn hóast tað. Tað var ein heilt serlig tíð, og atmosferan í bygdini var eisini øðrvísi, enn hon var seinni, sigur Alex Sólstein. Reglubundið arbeiði Tá Alex var liðugur við fólkaskúlan, fór hann til Havnar at taka studentsprógv. Tað fekk hann í 1950, og tvey ár seinni fekk hann læraraprógv. Eg gjørdist lærari í Klaksvík í august 1952 og fekk serliga til uppgávu at hava fremmandamál - dansk, enskt og týskt, sigur Alex Sólstein, sum lættliga skiftir millum tey ymsu málini, sum hann dugir at tosa til fulnar. Eftir at hann hevði verið tvey ár niðri á Danmarks Lærerhøjskole fyri at fáa meira undirvísing í máli, kom hann aftur til Klaksvíkar at vera lærari í 1959. Síðani gekk bara eitt ár til hann gjørdist skúlastjóri. Hetta var samstundis, sum vit fingu nýggjan skúla, og um tað mundið, tá nýggj fólkaskúlalóg kom, so tað var ein sera stór avbjóðing hjá mær at skipa skúlan eftir nýggju skipanini, greiðir Alex frá. Læraraarbeiðið er rættiliga reglubundið, og tí knýta seg kanska ikki tær serligu hendingarnar til tað. men sum lærari hevur tað týdning, at tú ert til staðar, tá børnini eru í skúla, og at tey fáa ta undirvísing, sum tey hava fyri neyðini, sigur Alex Sólstein. Skúlin býttur sundur Miðskeiðis í sjeytiárunum vóru næstan 1000 fólk knýtt at skúlanum í Klaksvík. 960 næmingar gingu í skúla, tá tað var mest, og afturat hesum kom sjálvandi starvsfólkið í skúlanum. Eg mælti til, at skúlin varð býttur sundur, tí tað var sera trupult at hava yvirlit yvir alla gongdina í skúlanum, tá tað vóru so nógv fólk, og virksemið var í so nógvum ymsum hølum, sigur Alex Sólstein. Og tað var eisini tað sum hendi í 1979. Tá varð stóri skúlin býttur í tvey, og síðani hava tveir fólkaskúlar verið í Klaksvík. Alex Sólstein gjørdist stjóri í skúlanum við Ósánna, og har varð hann verandi til 1997. Seinastu árini av hesum tíðarskeiði hevði hann farlovyi frá starvinum og var leiðari av eftirútbúgvingini hjá lærarunum. Tað gjørdi tað lættari at gevast í skúlanum, tí á tann hátt gavst eg so líðandi í skúlanum. Nú havi eg lagt skúlan afturum meg, og eg má siga, at eg fylgi lítið við í, hvat gongur fyri seg í skúlanum nú, sigur hann. Nógvur tónleikur Mong fólk kring landið kenna fyrst og fremst Alex Sólstein sum tónleikara. Hann spælir í Føroya Symfoniorkestri, og hevur verð sjónligur i tí parti av tónleikaheiminum, sum fæst við klassiskan ella symfoniskan tónleik. Tað var nógvur tónleikur í heiminum hjá ommu. Ein mammubeiggi og mostur spældi nógv, og klaver var eisini í heiminum. Tað var í tíðini áðrenn grommofonplátuna. Vit hoyrdu eitt sindur av tónleiki í útvarpinum, men fyrst og fremst syrgdu vit sjálvi fyri okkara tónleikaundirhaldi, sigur Alex. Alex fór tíðiliga at spæla violin, men hann hevur ikki bara hildið seg til violinina. Hann kann eisini lættliga við klaverið, hann spælir horn og hann syngur. Alex var við til at stovna Føroya Symfoniorkestur í 1984. Hann hevur sitið í nevndini síðani, og hann hevur eisini alla tíðina verið ein av tónleikarunum í orkestrinum. Nú eg eri pensjóneraður, havi eg betri stundir at taka mær av ymsum uppgávum hjá Symfoniorkestrinum, har eg eri nevndarlimur, skrivari og kassameistari, sigur hann. Spældi popp saman við næmingum Tónleikurin hevur spælt ein týðandi leiklut í lívinum hjá Alexi. Arbeiðið hjá mær hevur verið skúlin, og frítíðarítrivið hevur verið tónleikur av ymsum slagi, sigur hann. Framvegis spælir hann nógv. Hann spælir kamartónleik tvær ferðir um vikuna, hann venur eisini tvær ferðir um vikuna við Klaksvíkar Hornorkestri, har hann hevur spælt farnu fimti árini, og javnan eru tað eisini uppgávur við Føroya Symfoniorkestri. Tað er fyrst og fremst klassiskur tónleikur, sum Alex hevur havt við at gera. Hann hevur eisini spælt undirhaldstónleik, men popptónleikurin hevur ongantíð sagt honum nakað. Eg var til dømis ongantíð bitin av The Beatles, og popptónleikurin sigur mær einki. Mær dámar ikki, at tað alla tíðina skal verða eitt regluligt beat aftanfyri, og at bassurin skal verða so dominerandi. Men uppgávurnar í Føroya Symfoniorkestri eru nógvar, og tað endaði við, at eg kom at spæla popptónleik saman við næmingum hjá mær, sigur Alex og sipar til konsertirnar, sum Frændur og Symfoniorkestri høvdu saman í fjør. Heldur tónleik enn ítrótt Eg eri fegin um, at eg valdi tónleikin sum ítrív heldur enn ítróttin, tí tónleik kanst tú spæla alt lívið. Tað er trupult at spæla fótbólt sum 70 ára gamal, sigur hann. Men hóast eg ongantíð hevði nakran áhuga fyri at íðka ítrótt sjálvur, er tað ikki verri enn so, at eg eri ein av teimum, sum trúfastur fari til allar heimadystirnar hjá KÍ, leggur hann afturat. Tann pensjóneraði Alex Sólstein hevur ikki sett seg við køksborðið í friði og náðum at hyggja út ígjøgnum vindeygað. Nei, hann hevur framvegis nógv at takast við, og nú er tað serliga frítíðarítrívið - tónleikurin - sum hann brúkar tíðina til. Og hann er ikki bangin fyri at brúka nýggjastu tøknina, tá hann skal loysa uppgávur av ymsum slagi. Teldan er hent arbeiðsamboð, og tað eru teldupostur, internet og skannari eisini. Hann er skúlastjórin, sum hevur hitt 45 árgangir av klaksvíkingum í skúlanum, og í morgin verður hann sjeyti ár. Pegasus í ringrás Sunnukvøldið fer Studio Pegasus í ringrás við eini fýra tíma langari sending í Útvarp Føroya Sunnukvøldið klokkan 20.00 fer Útvarp Føroya at hava senda ein fýra tíma langa sending úr Studio Pegasus í Klaksvík. Pegasus hevur seinastu mánaðirnar sent hvørt kvøld í Útvarpi Føroya, men sunnukvøldið er ein serlig sending á skránni. Talan er um Ringrás, har nógv er á skránni. Millum annað verður hugt eftir samferðsluni millum Klaksvík og meginøki, og tosað verður millum annað við fólk báðumegin Lorvíksfjørð. Týsdagin vóru tað liðin 30 ár síðani flogvanlukkuna í Mykinesi. Tosað verður við tryluskipara, sum vann sær dirvismerki fyri avgerandi leiklut sín í bjargingararbeiðnum. Sendingin verður kryddað við við tónleiki, bæði á plátum og fløgum, og so fara millum annað Torkil Mørkøre og Vísumenn at vitja beinleiðis musikkcaféina. Vertir eru Eyðun Klakstein og Gunnar Nolsøe, meðan Fróði Løkságarð verður at hoyra úr býnum. Sunnukvøldið í Útvarp Føroyar frá klokkan 20.00 til midnátt. Øll nýgerð skal bjóðast út Framyvir skal øll nýgerð av landsvegum í Føroyum bjóðast út í fríari kapping millum privatar arbeiðstakarar. Tað fer at kosta arbeiðspláss hjá Landsverkfrøðinginum, sum missir sín einarætt at gera landsvegir Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, avdúkar nú, at hann fer at venda sær frá vanligu mannagongdini, tá talan er um vegagerð í Føroyum. Nú skal Landsverkfrøðingurin ikki longur hava einarætt til at gera landsvegir, tí arbeiðini skulu framyvir sum meginregla bjóðast út til fría kapping millum privatar arbeiðstakarar. Vit skulu hava meiri fyri pengarnar, og eg eri sannførdur um, at tað fáa vit, um vit bjóða arbeiðini út, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum. Tað ber ikki til, at summi arbeiðið eru í gongd í 10 ár, uttan at tey gerast liðug. Nú skulu vit hava færri arbeiði í gongd í senn, men tey skulu gerast skjótari liðug, sigur hann. Færri fólk hjá Landsverkfrøðinginum Bjarni Djurholm heldur, at tað kann fáast meira burtur úr pengunum, sum í løtuni verða nýttir til landsvegagerð. Vit skulu í framtíðini ikki spreiða pengarnar út til eina rúgva av verkætlanum kring alt landið, so tað ganga ár, áðrenn arbeiðini gerast liðug. Vit skulu hava færri verkætlanir, sum ganga skjótari fyri seg, tí á tann hátt fáa vit sum mest burtur úr pengunum, sigur hann. Vágatunnilin er eitt dømi um eina verkætlan, sum er tíðaravmarkað og er boðin út. Ætlanin er, at Landsverkfrøðingurin skal hava myndugleikan á økinum, soleiðis at stovunur kemur at bjóða arbeiðini út og at hava eftirlit við teimum, men tað vera privatir arbeiðstakarar, sum framyvir koma at gera arbeiðini. Tí verður ikki brúk fyri so nógvum arbeiðsfólki hjá Landsverkfrøðinginum, men hinvegin fáa teir privatu brúk fyri fleiri fólkið til at gera tey ymsu arbeiðini, vísir Bjarni Djurholm á. Sum mest burtur úr pengunum Hann sigur, at endamálið við hansara ætlan er, at tað samferðslan skal gerast bíligari at reka. Spurningurin er, um vit skulu brúka pengarnar soleiðis, at arbeiðini ganga í áravís, uttan at tey gerast liðugt, ella um vit skulu bjóða tey út í fríari kapping, so at vit fáa sum mest burturúr, sigur Bjarni Djurholm. Mín støða er púra greið. Eg eri sannførdur um, at útbjóðing er rætta leiðin, og tí fara vit eisini at gera tað til meginreglu framyvir, sigur hann. Landsverkfrøðingurin skal í framtíðini eisini hava sínar føstu arbeiðsuppgávur sum til dømis kavarudding og asfaltering, men nýgerð av vegum skal bjóðast út. Eg veit, at hetta brýtur við vanligu mannagongdina á økinum, men mín uppgáva er at fáa sum mest burtur úr pengunum, og tað fáa vit, um vit bjóða arbeiðini út í fríari kapping, staðfestir Bjarni Djurholm. Løgmaður skal lúka burt partapolitisk og persónlig álop Í kjalarvørrinum av nógv umrødda svarinum hjá Tórbjørn Jacobsen, hevur Katrin Dahl Jakobsen biðið løgmann bøta um góðskuna av stjórnarskrivum Eirikur Lindenskov Kartin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna Javnaðarfloksins hevur nú skrivað løgmanni bræv um atburðin hjá landsstýrismanninum í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen. Málið snýr seg um svarið, Tórbjørn Jacobsen gav henni upp á fyrispurning seinasta fríggjadag, tá landsstýrismaðurin í svarinum hartaði Javnaðarflokkin. Katrin Dahl Jakobsen vísir í brævinum, at hon tann 21. september 2000 sendi formansskapi Løgtingsins bræv fyri at fáa teirra meting av omanfyrinevnda svari. Sjálv heldur hon, at svarið var stak óhøviskt, ósakligt og sum stjórnarskriv als ikki borðbart. Til tess at verja okkum øll ímóti, og landsstýrismannin við, at fara undir eitt orðaskifti grundað á so vánaligt tilfar, sum hetta svarið var, heitti eg á formansskapin at senda landsstýrismanninum svarið aftur, ella biða hann svara av nýggjum. Hetta helt eg vera rættast, meðan svarið enn ikki var alment, og tískil eingin hávi hevði staðist av tí, sum bara formansskapurin og eg sjálv vistu um, sigur løgtingskvinnan. Formansskapur løgtingsins hevur sagt Katrin Dahl Jakobsen, at hann hevur ikki heimildir at gera av, um ein fyrispurningur er nóg væl svaraður. Tað er Løgtingið, sum sigur sína hugsan og møguliga letur slíkt mál fáa avleiðingar. Antin rættarligar avleiðingar við eini ákæru, ella politiskar við einum misáliti. Løgtingið hevur undir orðaskiftinum sagt sína hugsan. Tvørtur um floksmørk, samgongu og andstøðu vóru øll, sum vóru við í orðaskiftinum, á einum máli um, at slíkt fara vit ikki lata okkum lynda. Landsstýrismaðurin var tí einsamallur í síni verju av svarinum, sigur Katrin Dahl Jakobsen. Fyri ikki at sita á boðunum, og heldur ikki fara so langt, sum at reisa ákæru ella misálit, hevur Katrin Dahl Jakobsen vent sær til løgmann, eftirsum hann eftir § 33, stk.3. í stýriskipanini >>hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt<<. Men hvat er fullgóður háttur? Er tað so, at løgmaður er samdur við tinginum henda dagin, og kann taka undir við, at hetta var so ikki fullgóður háttur, fari eg við hesum at heita á løgmann at bera so í bandi, at stjórnarskriv av hesum slag ikki verða ósaklig svar út í tóman heim. At landsstýrismaðurin, Tórbjørn Jacobsen dugir sær hógv, og at vit framyvir fáa so sáttlig og saklig svar sum møguligt. Katrin Dahl Jakobsen sigur, at eins og formansskapurin ansar eftir tignini og tí talaða orðinum á tingi, tykist í hesum einstaka førinum neyðugt at vísa á samsvarandi krøv til skrivaða orðið eisini. Við brævinum vónar hon, at tað fer at bera løgmanni til at bøta um góðskuna av stjórnarskrivum við at lúka burtur partapolitisk og persónlig álop. Atlantsflog leigað flogfarið út í tvey ár Atlantsflog og British Midland Commuter skrivaðu hósdagin undir nýggjan sáttmála um leigu av flogfari. British Midland leigar eftir hesum sáttmálanum annað flogfarið hjá Atlantsflog fram til 1. juni í 2002. Á myndini sæst Tummas Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Atlantsflog, leggja rygg til, meðan Magni Arge, stjóri, setir navn sítt undir sáttmálan við British Midland Kortini hevur Atlantsflog tryggjað sær rættin at flúgva við flogfarinum á sumri í 2001, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog í tíðindaskrivi. Og hann sigur seg vera væl nøgdan við sáttmálan. Hesin sáttmálin ber í sær, at vit hava tryggjað okkum skilagóðan rakstur við nýggja flogfarinum tey fyrstu trý árini. Harvið er vágin við keypinum av flogfarinum eisini munandi avmarkaður, samstundis sum vit hava fjøltáttað inntøkugrundarlagið hjá felagnum, sigur hann. Í fyrsa umfari leigaði Atlantsflog flogfarið út sama dag, sum tað varð keypt. Atlantsflog fekk flogfarið heimaftur í juni, og felagið hevur flogið við tí alt summar. Seinnapartin í august og fram til miðjan september var fyrra flogfarið í dokk og varð málað, og tað tíðarskeiðið røkti Atlantsflog flúgvingina við nýggja flogfarinum. Bæði flogførini vóru tøk aftur herfyri, og tí hóskaði tað felagnum væl, at sáttmálin kom undir land nú, sigur Magni Arge. Prodi harmast Formaðurin í ES-nevndini, Romano Prodi, harmast um, at danir atkvøddu nei. Men hurðin stendur framvegis opin fyri danskari luttøku í evru-samstarvinum. Romano Prodi harmast saman við restini av ES-nevndini um úrslitið av atvkøðugreiðsluni í Danmark. Donsk luttøka í evru-samstarvinum hevði gagnað bæði Danmark og ES. Men danska avgerðin broytir kortini ikki støðuna hjá Danmark í ES, sigur hann við Jyllands Posten. Romano Prodi leggur afturat, at danska avgerðin ikki nýtist at verða tann endaliga. Tað kundi verið áhugavert at vita, hvussu tað hevur ávirkað valúrslitið í dag, at danir vistu, at teir kanska fáa ein møguleika at atkvøða um evruna einaferð afturat seinni. Eingin hevur útihýst Danmark. Hurðin stendur opin, segði ES-nevndarformaðurin. Romano Prodi segði, at atkvøðugreiðslan fer ikki at broyta støðuna hjá Danmark í ES. Avgerðin í dag inniber bert eitt framhald av verandi støðu, har Danmark stendur uttanfyri gjaldoyrasamstarvið. Danski Tjóðbankin tekur somuleiðis avgerðina til eftirtektar. Tjóðbankin fer framvegis at síggja til, at virðið á krónuni ikki fer ov langt frá virðinum á evruni, eins ov vit hava gjørt síðani 1. januar 1999, og sum vit áður hava gjørt viðvíkjandi D-markinum. Tað er avgerandi, at hendan gongdin heldur fram óbroytt, sigur Bodil Nyboe Andersen, tjóðbankastjóri við Jyllands Posten. Høvuðsábyrgdin er mín Danski forsætisráðharrin tekur á seg høvuðsábyrgdina av ósigrinum í kvøld. - Eg eri keddur av úrslitinum. Men vit mugu víðari, sigur hann. Tað var trupult at fáa eyga á nakað smíl, tá ið hann stutt fyri klokkan 10 kom úr Forsætisráðnum yvir í Fólkatingið. Upp langu trappurnar - gjøgnum ein stóran hóp av forvitnum og ágangandi tíðindafólkum, sum einans bíðaðu eftir, at forsætisráðharrin skuldi viðganga ósigurin. Danski forsætisráðharrin hevði heldur einki at fegnast um, og hann viðgekk eisini ósigurin, so sum øll vildu hava hann at gera tað. Ja-flokkarnir við honum sjálvum á odda taptu fólkaatkvøðuna móti móti smáu flokkunum. Fólkið hevði talað og samstundis vrakað ætlaninar hjá danska forsætisráðharranum. Eg harmist um ósigurin. Tað skal eg ikki royna at dylja. Men tit hava gjørt tykkara ítarsta. Stjórnin hevur gjørt sítt ítarsta, og eg havi gjørt mítt ítarsta. Tit hava gjørt eitt gott arbeiði, og úrslitið kemst ikki av, at vit ikki hava gjørt, alt vit kundu, segði danski forsætisráðharrin við floksfelagarnar í hølunum hjá socialdemokratunum. Og fagnaður var hann av socialdemokratunum, hóast hann var maðurin við høvuðsábyrgdini av ósigrinum. Danski forsætisráðharrin legði dent á, at Danmark hevur ikki vent Europa bakið, hóast fólkið atkvøddi nei í dag. Vit hava ikki sagt nei til evropeiska samstarvið í dag, segði forsætisráðharrin, sum samstundis rætti hondina út til hinar flokkarnar og heitti á teir um betri samstarv, tá ið framtíðar støðan hjá Danmark í ES skal viðgerðast. Anders Fogh viðgongur tapið Formaðurin í Vinstra, Anders Fogh Rasmussen viðgongur nú, at ja-síðan hevur tapt slagið um evruna. Tað var ein vónsvikin Vinstra-leiðari, sum fyri løtu síðani viðgekk tapið til nei-síðuna. Anders Fogh Rasmussen er skakkur av, at danir vrakaðu evruna í føðingini, og hann sigur, at ja-flokkarnir nú mugu umhugsað støðuna av nýggjum. Hann vildi kortini ikki geva nøkrum ábyrgdina av tapinum hjá ja-síðuni, men at politikkararnir nú mugu líta frameftir. Spurdur, um Vinstra vil vera vi til at atkvøða fyri búskaparligum inntrivum saman við stjórnini, segði Vinstra-formaðurin, at tað veldst um, hvussu marknaðurin háttar sær, nú danir hava sagt nei. Nei-síðan greiðan sigur Lítil ivi er um, at nei-síðan vinnur rættiliga greiðan sigur á evru-valinum í Danmark. Tá ið 20,1 prosent av atkvøðunum vórðu taldar, sá nei-siðan út til at vinna greiðan sigur á evruvalinum í Danmark í dag. 54,4 prosent siga nei, meðan ja-síðan bert fekk 45,6 prosent av atkvøðunum. Bæði politikkarar og serfrøðingar eru nú samdir um, at danir hava vrakað uppskotið um evruna, og at teir heldur vilja varðveita krónuna. Talan er um ein so stóran part av atkvøðunum, at eingi útlit eru fyri, at støðan fer at broytast, áðrenn allar atkvøðurnar eru taldar. Á Christiansborg er lagið sera gott í flokkunum, sum hava mælt fólkinum til at vraka evruna, meðan lagið gerst alsamt verri í hølinum hjá danska Javnaðarflokkinum og hinum ja-flokkunum. Danir hava meldað greitt út, og hetta má danski forsætisráðharrin taka til eftirtektar saman við hinum stóru flokkunum, sum mæltu veljarunum til at atkvøða fyri evruni. Tað, sum hevur loypt størsta hvøkkin á politikkarar og onnur á Christiansborg er, at nei-síðan sær út til at vinna atkvøðugreiðslina so sannførandi. Hetta er ikki tað, sum veljarakanningarnar frammanundan fráboðaðu. Hondbólturin fær víðari ræsur Hósdagin skrivaði Hondbóltssambandið undir stuðulsavtalur við ávíkavist Føroya Tele og Coca-Cola Fyri føroyskan hondbólt var dagurin í gjár ein sannur merkisdagur. Fyrrapartin hósdagin varð nevnliga hildin tíðindafundur, har tvær nýggjar sponsoravtalur vórðu undirskrivaðar. Sponsoravtalur, sum væntandi koma at hava alstóran týdning fyri áhaldandi menningina av arbeiðinum hjá HSF. HSF hevur frammanundan havt stuðlar, men hesir hava mest verið avmarkaðir til leikskráirnar, landsdystir og steypafinalur. Nakran veruligan høvuðsstuðul hevur talan ongantíð verið um. Frá hósdegnum varð hetta tó broytt, tí komandi tvey árini verður Føroya Tele høvuðsstuðul hjá HSF. Afturfyri at lata eina ávísa upphædd, sum formaðurin hjá HSF ikki vildi upplýsa, fer Føroya Tele framvyir at fáa sítt navn fram í so at siga øllum tí, sum HSF tekst við. Hetta merkir, at felagið fær logo sítt á atgongumerki, kappingarskipan, brævpappír og annars á alt tað, sum HSF letur fara út av húsinum, eins og tað til allar dystir í fremstu mans- og kvinnudeildunum verða hongd lýsingarskelti frá Føroya Tele. Til staðar at undirskriva avtaluna var stjórin hjá Føroya Tele, Andras Róin, og hann vísti eisini á týdningin, sum tað hevði fyri felagið at verða nevnt í positivum samanhangi úti í fjølmiðlunum. Skemtiliga tók hann til, at fólk helst vóru troytt av at hoyra um samstarvsavtalur í Sibiria, kaðalslit og skeivar telefonrokningar, og vónaði hann, at nýggja avtalan kundi føra felagið fram á meira positivan hátt. Steypakappingin skiftur navn Fleiri staðni uttanlands hava steypakappingarnar seinnu árini skift navn, so hesi samsvara við navnið á stuðlunum aftan fyri kappingina. Í nógvum førum er tað alheims risin, Coca-Cola, sum stendur aftanfyri hesar navnabroytingar, og nú er hetta so eisini komið til Føroyar. Komandi árið eita steypakappingarnar í hondbólti ikki longur steypakappingarnar, men verður kappingin nú rópt Coca-Cola steypakappingin. Eins og við sponsoravtaluni við høvuðsstuðulin, skrivaðu HSF og P/F Poul Hansen, sum er føroyskt umboð fyri Coca-Cola, undir avtalu hósdagin. Ein avtala, sum fyri fyrst er galdandi í eitt ár, men eftir formanni HSF's at døma, er als ikki óhugsandi, at avtalan innan leingi verður longd við enn tveimum árum. Eins og hjá Føroya Tele verður hjá Coca-Cola galdandi, at vørumerkið kemur at verða sjónligt í samband við steypakappingardystir. Harafturat hevur Coca-Cola eisini fingði pláss á leikskránni umframt at navnið verður prentað á øll atgongumerki, sum verða seld gjøgnum árið. Høgni Hansen, sum vegna Poul Hansen, skrivaði avtaluna við HSF undir, tóktist eins spentir og hondbóltsmenninir um, hvussu avtalan fór at hilnast, tá hann í stuttari røðu ynskti HSF tillukku við avtaluni, sum hann vónaði kom at gagna arbeiði felagsins. Tørvurin er har At upphæddirnar koma at gagna arbeiðnum, tykist lítil, fyri ikki at siga eingin ivi at vera um. Um landsliðsarbeiði greiddi Kári Mortensen, sum felstu munnu bera kenslu á, frá, at tá aðalfundurin fyri trimum árum síðani gjørdi av at fara undir aftur hetta arbeiði, varð roknað við, at framtíðin fór at betra um fortreytirnar fyri hesum. Feløgini bóru fyrstu árini part av kostnaðinum sjálvi, tá tey, umframt at lata part av atgongumerkjagjaldinum, eisini rindaðu eina ávísa upphædd fyri hvønn landsliðsleikara. Longu tá varð roknað við, at veddingarpengarnir eisini fóru at gerast eitt gott ískoyti, tá hesir komu, og hesir gjørdu tað eisini møguligt at fara undir arbeiðið við A-landsliðunum. Eitt arbeiði, sum inniber stórar avbjóðingar komandi tíðirnar, við dystum hjá bæði kvinnum og monnum í altjóða høpi. Tær avtalur, sum í gjár vórðu skrivaðar undir, metir Kári hava alstóran týdning fyri framhaldandi menningina av arbeiðinum, tí hetta letur upp fyri enn fleiri møguleikum. Umframt sjálvt landsliðsarbeiðið, gevur hetta eisini HSF víðari karmar til skeiðvirksemi av ymsum slag. Virksemi, sum kemur øllum hondbóltinum til góðar, og sjálvsagt eisini í seinasta enda landsliðnum. Eisini legði Kári dent á, at við eini øktari eksponering av hondbóltinum veksur áhugin eisini, og at hetta aftur gevur møguleika fyri enn størri umtalu. - Alt í alt ræður um at gerast ein partur av eini positivari ringrás, sum eg haldi okkum nú vera um at gerast ein partur av, segði Kári. Skipanin og alnetið Umframt undirskrivan av sponsoravtalum varð eisini kappingarskipan avdúkað á tíðindafundinum, og hendan tykist í ár nógv størri í vavi, enn hon hevur verið undanfarin ár. Jógvan Martin Mørk, formaður í kappingarnevndini greiddi frá, at orsøkin til vælvaksnu skipanina vóru tvinnar. Onnur er, at yngru deildirnar nú verða skipaðar í ein bólk, so dystartalið hjá liðunum verður so stórt sum tilber. Eisini tí hetta minkar um óhepnu avleiðingar, sum tað hevur við sær, tá lið verða tikin úr kappingini. Har umframt er ein onnur orsøk eisini stóra talið av liðum, sum í ár eru tilmeldað hondbóltskappingini. Talið í ár er 176 lið, sum eru 10 fleiri enn í fjør. Seinasti parturin av fundinum var at greiða eitt sindur frá heimasíðuni hjá HSF. Enn er hendan ikki heilt liðug, men við at fara inn á heimasíðuna hjá Útvarpinum, www.uf.fo, ber til at leita seg inn á hesa. Um eina viku ella so, verður henda løgd út á sjálvstøðuga navnaøkið, www.hsf.fo. Tað skal ikki gerast nøkur eftirmeting av heimasíðuni her, men í stuttum kann sigast, at síðan tykist vera væl uppbygd, eins og allir neyðugir hentleikar eisini tykjast at vera at finna. Ikki við fyri at læra Venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Sophus Dal-Christiansen, er ikki samdur við teimum, sum halda, at vit bara eru við í altjóða kappingum fyri at læra. Hann heldur ikki, at pengahondbóltur hevur eina framtíð í Føroyum, og hann heldur tað vera ørvitisfiskar, sum ætla at byggja høll í Hoyvík ístaðin fyri at útbyggja Gundadalshøllina. 31 ára gamli havnarmaðurin Sophus Dal-Christiansen hevur lagt hondbóltsskógvarnar og harpiksið á hillina fyri nøkrum árum síðani. Nú hevur hann valt at halga seg venjarastarvinum. Hann hevur havt 1. kvinnu- og manslið hjá Kyndli undir sær seinnu árini, men nú hevur hann tikið eitt stig uppeftir stiganum og skal standa á odda fyri kvinnulandsliðnum, tá tað skal taka síni fyrstu fet í altjóða undankapping. Annars hevur Sophus verið virkin innan hondbólt, síðan hann sjey ára gamal í 1976 fyrstu ferð vandi við Kyndli. Royndir venjarar altavgerandi Sophus hevur eisini roynt seg í yngru deildunum hjá Kyndli, og hann heldur, at venjingarhættirnir og ikki minst venjararnir eru munandi betraðir, síðan hann spældi. Vit høvdu ofta bara onkran tilvildarligan venjara, sum tók sær av yngru deildunum. Tað var ikki fyrr enn eg kom í vaksnamannadeildirnar; at venjingin varð meira skipað við royndum og dugnaligum venjarum. Eg síggi nú, at alt fleiri feløg velja at seta ungdómsvenjarar, sum hava skil og førleika at geva teimum ungu spælarunum holla vegleiðing, so teir kunnu mennast á bestan hátt, so felagið fær sum mest burturúr seinni. Tað sæst eisini aftur á fleiri av teimum árgangunum, sum koma upp í vaksnamannahondbóltin nú, at teir eru ógvuliga væl fyri, tí venjingin hevur verið á einum høgum støði við góðum venjarum. Tað er alfa og omega, at tað royndir venjarar við tí røttu útbúgvingini hava teir yngru leikararnar undir hond, sigur Sophus. At tað eru ungdómsvenjarar og -leiðarar, sum eru við til at skipa virksemi, og tað er ein fortreyt, at venjingin hjá teimum smærru er skipað, fyri at hondbólturin skal yvirliva og mennast í framtíðini. Í nógvum feløgum er tað ov langt millum talentini, og hjá einum lítlum felagi kunnu tað ofta ganga fleiri ár ímillum, at ein góður og ungur spælari kemur fram. Tað er umráðandi, at tað meira javnan spretta ungir spælarar fram í bestu vaksnamannadeildunum. Hetta fæst bara við at hava skipað viðurskifti og skikkaðar venjarar í feløgunum. Kappingin um tey yngru er eisini hørð millum tær ymsu ítróttargreinarnar, og foreldrini eru tíðliga varug við, hvar venjingin er tann besta, og um aðrar ítróttargreinar eru betur fyri enn hondbólturin, verða nógv talent mist fyri borð. Tann, sum ikki hevur skipað viðurskifti, dettur niður ímillum. Óheppið við pengahondbólti Seinastu fáu árini hevur sama gongd verið at sæð innan hondbólt sum fótbólt, har spælarar skifta feløg fyri pening. Spælararnir verða nú meira ella minni løntir fyri stríðið, ið teir gera á leikvallunum. Tað er líkt til, at hondbólturin fylgir í fótasporunum hjá fótbóltsfeløgunum. Tað er ein óheppin gongd, at feløg eru farin at kappast um spælarar sínamillum. Tað er tíverri bara ein vinnari í hasum spælinum, og tað er spælarin sjálvur, sum kanska kann vinna sær nøkur fá oyru. Tey feløgini, sum hava fíggjarliga orku, kunnu kappast um spælarar og taka frá teimum minni góðu feløgunum, og tað fer ikki at ganga í longdini. Í míni verð er tað so einfalt, at tað er ikki grundarlag fyri veruligum pengahondbólti í Føroyum. Fíggjarliga orkan er ikki til staðar hjá feløgunum. Um vit hyggja at Neistanum, so legði felagið nógvan pening í at fáa nýggjar spælarar til felagið, og hvar eru teir í dag? Teir vunnu so eitt meistaraheitið, men hvussu verða ungdómsdeildirnar raðfestar í einum slíkum felag. Um fyribrigdið gerst vanligari, kann tað henda, at peningur verður brúktur til at styrkja um 1. liðið heldur enn at seta peningin í ungdómsarbeiðið. So er tað hondbólturin, sum verður stóri taparin. Eg ivist tó ikki í, at tað fer at regulera seg sjálvt, tí inntøkumøguleikarnir eru ikki teir somu sum í fótbóltinum. Nú stendur hondbóltskappingin fyri durðum, og í oktober verða fystu dystirnir spældir. Í fjør upplivdu vit sera spennandi kappingar hjá bæði monnum og kvinnum. Hjá monnum varð einki avgjørt fyrr enn á seinasta leikdegi, meðan kvinnurnar hjá Neistanum nú av álvara eru koppaðar av trónuni sum besta kvinnulið í landinum ár. Sophus heldur tó, at liðini eru tó komin nakað seint í gongd hetta kappingarárið. Mín fatan er, at øll liðini eru komin alt ov seint í gongd við venjingini. Um vit skulu gera okkum galdandi í altjóða hondbólti, sum hondbóltssambandið nú hevur ætlanir um, er neyðugt, at spælararnir eru í gongd ein størri part av árinum enn nú. Kappingin er frá oktober til mánaðarskiftið mars-apríl, og tíðarskeiðið um summarið liggur hondbólturin stillur, og spælararnir gera næstan einki við venjingina ta tíðina. Hetta tíðarskeiðið hevði verið ynskiligt, at feløgini og spælararnir gjørdu nakað meira við styrkivenjing ella vandu eitt sindur av hondbólti, tí tað nyttar ikki at byrja umaftur á hvørjum ári. Tað er tó uppgávan hjá feløgunum og spælarunum at halda seg í gongd, meðan hondbóltskappingin liggur still. Høllin í Hoyvík er ørvitisætlan Sophus er glaður um, at býráðið hevur samtykt at fara undir at byggja eina nýggja ítróttarhøll í Hoyvík, men tað er tó ikki bara rós, Sophus hevur at bera politikarunum í Havn, sum hava fingið uppskotið ígjøgnum. At ein nýggj høll verður bygd í Hoyvík er avgjørt gott, og stórur tørvur er eisini á eini slíkari høll, men avgerðin er ikki serliga væl umhugsað. Politikararnir hugsa seg ikki serliga væl um, tá ein høll verður bygd í Hoyvík, tá ein útbygging av Gundadalshøllini hevði verið ein nógv bíligari loysn á málinum og milliónir av krónum kundu verið spardar av teimum tjúgu, sum nú eru settar í ætlanina greiðir Sophus frá. Tá Gundadalur frammanundan er ein ítróttarmiðdepil, hevði tað verið betri og bíligari at bygt uppí í Gundadali, so at tveir hondbóltsvallir vóru í høllini. Tá tosi eg eisini sum skattaborgari í Havnini, tí bíligara loysnin er eisini tann betra. Um høllin í Gundadali varð útbygd, hevði eisini verið møguleiki fyri øðrum tiltøkum har, ístaðin fyri at gera eina venjingarhøll í Hoyvík, sum mest er til Hoyvíkingar. Har haldi eg, at politikararnir mest hugsa um at dyrgja eftir atkvøðum, nú býráðsval stendur fyri framman. Býráðið hevur ikki skilt, hvat tað kostar at reka eitt felag, tí størsti trupulleikin er, at feløgini knógva undir eini tungari hallarleigu. Býráðið virðir harvið ikki tað arbeiðið, sum hondbóltsfeløgini royna at gera. Tað hevði verið ynskiligt, at hondbólturin fekk somu umstøður, sum fótbólturin hevur. Sophus fegnast tó um, at ein høll afturat verður til taks hjá feløgunum, so fleiri venjingartímar kunnu koma á skránna, tí viðurskiftini eru út av lagi sum nú er. Tey trý hondbóltsfeløgini hava í løtuni tvær hallir at venja í, men tað hevur í fleiri ár verið í minna lagi. Tær yngru deildirnar verða í dag raðfestar aftarlaga, tí ov fáir venjingartímar eru til taks. Nógv av ungdómsliðunum venja einar tvær ferðir um vikuna, og venjarin hevur eini 40 børn inni í einari høll. Børnini fáa tá einki burturúr, og hava ongan møguleika veruliga at spæla hondbólt. Nú verður ein høll bygd afturat í Hoyvík, og tað er avgjørt gott, tí stórur tørvur er á eini slíkari. Serliga tær yngru deildirnar mugu hava fleiri venjingartímar, og vónandi sleppa tey uppí part har uppi. Høllin á Hálsi verðu nú nýtt til alt møguligt annað enn hondbólt, konsertir o.t. og kanska kundi høllin Hoyvík loyst trupulleikarnar, sigur Sophus. Krøv skulu setast landsliðnum Bæði kvinnu- og manslandsliðið hava sera torførar uppgávur fyri framman. Menninir skulu spæla tríggjar dystir í EM-undankapping, meðan kvinnurnar møta Svøríki í einum HM-dysti, sum skal avgera, hvør skal sleppa í undanbólkin. Hetta er fyrstu ferð í nógv Harrans ár, at føroysk hondbóltslandslið spæla undankappingardystir. Sophus hevur sjálvur spælt á føroyska landsliðnum, men arbeiðið var ikki serliga miðvíst tey árini, hann spældi. Nakrir hissini dystir móti íslendingum er tað heila. Hetta eru tó spennandi ítróttarligar uppgávur, sum standa fyri framman, og hondbóltssambandið hevur fyrireikað seg væl gjøgnum fleiri ár. HSF gjørdi tað skilagóða, at teir fóru í gongd við ungdómslandsliðunum, tá landsliðsarbeiðið byrjaði aftur. Teir spælararnir, sum nú koma á landsliðið hava tískil roynt at spælt altjóða dystir við ungdómslandsliðunum fyrr, og hetta ger teir betri førar fyri at taka avbjóðingarnar upp. Hetta var kanska ein avgerð, ið ikki varð væl dámd hjá summum, men tað var ein røtt avgerð, sum varð tikin tá. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður við hesum uppgávunum, men hetta er bara eitt startskot. Tað nyttar tó einki, um vit eftir dystirnar bara seta okkum afturá og siga, at vit eru ikki nóg góð. At vera við bara fyri at læra er ikki nøktandi. Eg haldi, at vit skulu seta landsliðunum krøv, men sjálvandi vera realistisk samstundis. So kunnu vit spyrja, hvussu langt ber til at koma, og á hvørjum øki kunnu vit betra okkum. At vera við fyri at læra er Fótbóltslandsliðið var við fyri at læra nakað leingi. Nú verða krøv sett spælarunum, og teir hava eisini nøkur frálík úrslit at vísa á. Mótstøðuliðið hjá Sophusi og kvinnunum verður Svøríki. Sophus hevur sæð svenska landsliðið spælt ímóti Danmark og Fraklnadi, sum bæði eru við í OL. Svenska liðið tapti, men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at hini liðini drógu frá. Hetta bendir á eina ógvuliga torføra uppgávu hjá kvinnunum. Heldur fram innan hondbólt Sophus hevur verið virkin innan hondbólt leingi, og hann hevur ongar ætlanir um at gevast í næstu framtíð. Tað er ógvuliga natúrligt hjá mær at halda fram sum venjari, tí mær dámar tað væl og síggi nakrar avbjóðingar í tí. Eg havi nøkur spennandi hugskot, sum eg ætli mær at arbeiða víðari við, sigur Sophus at enda. Oddagrein: Nei til Evropiska Samveldið FÓLKAATKVØÐAN í Danmark hósdagin var ikki bert eitt nei til Evruna - til at skifta frá danskari krónu til europeisku krónuna - hon var eisini eitt nei til eitt evropeiskt samveldi eftir amerikanskari uppskrift. TANN monetera uniónin er ein týðandi brikkur í tí samlaða ES-landakortinum. Og har er so felags gjaldoyra bert ein partur. Eingin ivi er um, at eitt felags gjaldoyra fyri nógv lond er meira praktiskt enn at hvørt landið sær hevur sítt egna gjaldoyra. Men spurningurin mong seta sær er: er hetta endaspurturin til tað lovaða landið, tað evropeiska heimsveldið, sum aftur mong bera so stóran ótta fyri - og sum mong onnur prísa! HÓAST tað ikki fær nakrar beinleiðis fylgjur fyri evropoeiska gjaldoyrasamstarvið, at 54% av dønum hava atkvøtt ímóti at skifta donsku krónuna út við evruna, tí hetta samstarv fevnir um so mong onnur fíggjarviðurskifti, so er greitt, at hetta kann koma at seta kílar í hesa ætlan sum frálíður. Tí hugsast kann, at lond sum Svøríki og Bretland eisini fara at atkvøða ímóti evruni sum teirra gjaldoyra. NÚ eru Føroyar ikki limur í ES og ongar ætlanir eru um limaskap í løtuni. Og soleingi hvørki Noreg ella Ísland eru limir har, verða vit tað neyvan heldur. Men spurningurin er, hvørja ávirkan eitt danskt nei hevur á okkum! Neyvan ta stóru ávirkan heldur, tí vit eru framvegis partur av donsku gjaldoyraskipanini. SPURNINGURIN um evruna er tí kanska meira politiskur enn vit geva okkum fær um. Og tað átti danski forsætisráðharrin kann eisini at havt hugsað meira um. Danir valdu á sinni at fara upp í ES, men teir hava harvið ikki sagt, at teir ynsktu Evropeiska samveldið. Fólkaatkvøðan nú vísir tí nettupp, at danir vilja ikki geva frá sær øll tey rættindi og tær avgerðir, sum í dag verða tiknar á Christiansborg - til parlamentið í ES. Tvs. at teir vilja ikki hava ein felags evropeiskan her, teir vilja ikki lata ES avgera uttanríkispolitikkin osfr. Heilt givið er tað eisini, at danir eisini tengja ta sera vælumtóktu drotningina uppí hetta málið. Og tað at sleppa donsku krónuni kann eisini tulkast sum, at teir vilja halda fast sum tað, sum er danskt og her m.a. danska kongshúsið. Hóast tað at fara frá krónu til evru ikki beinleiðis hevur nakað við hetta at gera, so kann eisini hetta vera ein partur av svarinum til at danir søgdu nei. JA-kampanjan í Danmark verður av mongum hildin at hava verið sera arrogant, og hetta kann so vera revsingin. At typisk ja-øki hjá Vinstra nú bráddliga eru vorðin nei-øki, merkir eisini, at danir vilja ikki hava meira integratión í ES. Danir hava valt at vera við í ES men ikki fyri einhvønn prís. Teir vilja varðveita Danmark og tað, sum eyðkennir danska demokratiið. Og tað mugu nú bæði Nyrup og Vinstrahøvdingin góðtaka. Tí verður áhugavert at síggja, hvussu leikur nú fer fram. Innrás á Svangaskarði Verið sterk í Harranum Neyvan hava próstarnir á Nesi ímynda sær, at um aldarskiftið inn í 21 øld fór meira enn 10 % av Føroya fólki at verða savnað undir opnum himli uppi á Svangaskarði, skamt frá har próstagarður teirra lá, til at syngja kristiligar sálmar og sangir, og hoyra bíbliulestur og prædiku. Tað er mangt broytt í kirkju- og samkomulívinum í Føroyum síðani próst Djurhuus og Fríðrik Petersen savnaðu kirkjufólkið saman til Gudstænastur í aldargomlu kirkjuni á Nesi, og so sanniliga eisini síðani hin minniliga dagin, táið Sigmundur Brestison, kanska heldur ótolin, stóð andlit til andlit við hin óða og heidna Gøtutrónda - men broytingin var sjón fyri søgn á Svangaskarði seinnapartin sunnudagin 10. september. Dagarnir frammanundan høvdu ikki verið nakað serligir til veður, og veðurforsøgnirnar lovaðu ikki gott um vikuskiftið, men táið sunnudagurin upprann, kom eisini sólin fram í allari sínari dýrd yvir alt landið. Veðrið varð hendan sunnudagin av besta útferðarveðri, men tað var nokk ikki so løgið, tí túsundtals sunnudagsskúlabørn um alt landið høvdu glett seg til hendan dagin á Svangaskarði, og høvdu óivað í dagavís tikið við í sína kvøldbøn, at Gud mátti gera tað so, at veðrið verður heilt gott á Svangaskarði - og tey børnini sum bóðu hesa kvøldbønina fingu eisini bønarsvar henda minniliga dagin á okkara tjóðleikvølli. 1000-ára-nevndin Tað er 1000-ára-nevndin, sum hevur tikið stig til at fyrireika sunnudagsskúlastevnuna á Svangaskarði, og tiltakið er eitt av mongum, ið hava verið fyriskipað ígjøgnum árið í samband við 1000-ára-haldið. Tveir av fyrireikarunum, Niclas Foldbo og Dagny Højgaard, siga, at tey tryggjaðu sær ítróttarhøllina í Runavík, um so var, at tað ikki viðraði, "men bæði veðrið og fyrireikingin sum heild, gekk av tí allar besta, og vit eru sera glað og væl nøgd við úrslitið." Sum tú nærkaðist Svangaskarði hendan góðveðurssunnudagin, kundi tú skjótt koma at ivast í, um tað nú var landsliðið, sum spældi onkran undandyst í heimsmeistarahøpið, tí bilar og bussar og fólk vóru at síggja allastaðni, og í røttum landsdystanda vóru tað fleiri løgreglumenn, ið skipaðu fyri ferðsluni; men hetta var ikki ein landsdystur í vanligum týdningi, men kanska var hetta ein "landsdystur" í tí ósjónliga heiminum ímillum tær góðu og ringu kreftirnar, um valdið á tí viðkvomu barnasálini?! At dagurin var fyri børnini og til teirra besta var eingin ivi um táið tú fyrst var komin at sita. U.l. 5.000 fólk vóru savnaði saman - av hesum, 4.300 børn. Tað var ein frøi fyri sál og anda at sita og lurta eftir hesum kendu sunnudagsskúlasangunum, bornir fram av túsundtals óspiltum barnarøddum, so vækurt og so kraftiga, at tað kanska hoyrdist heilt yvir á Strendur. Stevnan verður sett Stevnan byrjaði við at Niclas Foldbo bjóðaði øllum vælkomnum vegna fyrireikarnar, og gjørdi greitt við tað sama, at endamálið við degnum var at savna børnini til Jesus og innundir hansara signing. Síðani setti Bergur Debes Joensen prestur stevnuna við sínum lætta og viðkomandi verumáta. Táið stevnan var sett, var tíð til felagssang, og ein kann kanska siga, at tað vóru "interkommunalir" sunnudagsskúlasangir, sum vórðu sungnir, tí sunnudagsskúlar úr flestu kommunum í landinum vóru umboðaðir, og sangirnir eru kendir og verða sungnir hvønn sunnudag tvørtur yvir øll kommunumørk, sangir og kór sum t.d. Ongum er so trygt at fara sum Guds lítla barnaskara - Djúp og breið - Vegin út á krossin gekk hann fyri meg - Tað lítla ljós eg fekk, nú skal tað lýsa bjart - glað, glað, glað, í hjartanum er gleði, o.s.v. Síðani var ein boðskapur úr bíbliuni til børnini, og tað var hin kenda røddin úr barnalindini, sum talaði - Lív á Dul Jacobsen. Hon talaði yvir evni: "Verið sterk í Harranum," sum eisini var sett sum tema yvir stevnuna. Hava bert nøkur av børnunum fingið tað við og eisini sett sær fyri, at ein skal venja seg frá barnaárum av at vera sterkur í Harranum, so hevur 1000-ára-haldið ikki verið til fánýtis. Fjølbroytt skrá Skráin var sera fjølbroytt, at báðir vøllirnir vóru í brúki. Har vóru barnakór úr Hvalba, Strondum, Toftum, Glyvrum og aðrastaðni við, sum hvør í sínum lagið hevði vant til dagin, og skiftivís bóru tey fram síni sanginnsløg fyri einum metáhoyraraskara, sum heilt sjónliga neyt hvørt orð og hvønn tóna. Á skránni vóru eisini tveir bíbilskir leikir, annar úr gamla- og hin úr nýggja testamenti. Sunnudagsskúlar í Vágunum høvdu skrivað og vant ein leik um Dávid og Goliat, sum sæt sera væl til temaði á stevnuni, og sunnudagsskúlin í samkomuni Rhema í Havn hevði sett upp ein leik um hin stóra nátturðan, og tað eydnaðist væl at fáa boðskapin í líknilsinum fram í leikinum. Útvarpssendingin "í Víngarðinum" var á Svangaskarði við mikrofonini, og teir bóðu Jákup Kass prest siga sína hugsan um tiltakið: "Kona mín og eg komu til umvendilsi í okkara ungu døgum, og tá fóru vit beinanvegin uppí barna- og ungdómsarbeiði. Tí er tað so ómetaliga hugaligt, nú ein er vorðin gamal, at sita her á Svangaskarði í dag og sannroyna, at tað var ikki til fánýtis at arbeiða ímillum børnini. Ein kann kanska hugsa, at sunnudagsskúlarnir úti um landi ikki sýna av nógvum, men aftaná at hava sitið her, má ein sanna, hvussu stórur í sunnudagsskúlin í veruleikanum er í Føroyum, og hvussu stóran týdning tað hevur at uppvaksandi ættarliðið verður upplært á grundarlagnum, sum skriftirnar geva." Teir bóðu eisini Bergur Debes Joensen um eina viðmerking: "Tað sum er so imponerandi er, at hetta er ein so ómetaliga stórur procentpartur av børnunum í Føroyum, sum er savnaður her í dag. Hetta er ein stór avbjóðing til okkum øll." Matpakkin So var tíð til at pakka matpakkarnar upp, tí matpakkar høvdu tey flestu við sær - ein útferð uttan matpakka er ikki ein útferð, vil onkur kanska siga. Stuttligt var at síggja hesa stóru mannfjøldina sita í smáum familjubólkum og fáa sær eta. Ein kundi ikki lata vera við at hugsa um skaran, sum Jesus mettaði á sinni, og sum eisini taldi 5000 børn og vaksin. Vónandi fóru bæði børn og vaksin av Svangaskarði henda dagin eins væl nøgd, bæði til likams og sálar, sum tey 5000, ið Jesus mettaði. Poul Jóhan Djurhuus Klárur at syngja Millum spentu vágbingarnar, sum í dag leita sær niðan í Gundadal, er Robert McBirnie, sum bæði hevur sungið baberara og vunnið steyp til felagið í heimbygdini Síðani seinna kappingarhálva í fótbóltinum byrjaði, hevur serliga vágsorðið, Baberara, ofta verið havt á lofti. >>Nú syngja vágbingar baberara<< og syng nú baberara<< hava verið millum yvirskriftirnar, og einki er ivast í, at vágbingar hava vónir um, at hesar yvirskriftir halda fram komandi vikuna. Er tað nakar vágbingur, sum meira enn nakar annar hevur verið við til at skapt hugtakið, so má tað vera stór entertainarin úr Vági, Robert McBirnie. Millum frítíðarítriv hansara er nevnliga sangur, og ikki minst man sangurin um heimbygdina, ella babera-sangurin vera væl kendur millum manna. Men hvat merkir baberara, og hví valdu teir at nýta júst hetta í sínum sangi. Sum mær er sagt, so skuldi hetta verið íkomið, einaferð dansur var á Tvøroyri. Onkur vágbingur hevði kanska fingið dekan ov nógv inn um, og tá skuldi so onkur tværámaður havt rópt eftir honum >>syng nú baberara<<. Hví tað so júst varð hetta, sum vit tóku við í sanginum, veit eg ikki. So at siga allir amerikanskir sangir høvdu tá í tíðini okkurt slag av Juhu kórið aftan fyri. Eg veit ikki um vit vóru teir fyrstu, sum nýttu hetta, men vanligt var tað so ikki í Føroyum. Fær ikki farið suður Spurdur, hvørt hann eisini ætlar sær at syngja væl kenda lagið leygarkvøldið, svarar Robert, at hann tíverri hevur lovað seg út aðrastaðni. Leygarkvøldið skal hann á pallin í Kagganum, men hann vísur tó á, at møguliga verður tikið í onkran vágssang, um orsøk er til tess. Orsøkin er sjálvsagt, um tað eydnast VB at vinna fyrsta meistraheitið felagsins í fremstu mansdeildini. Robert hevur øll tey seinnu árini fylgt sera væl við, hvussu mansliðið hevur staðið seg. Undan hesum hevur hann eisini verið ógvuliga virkin í felagnum, bæði sum leikari, venjari og nevndarlimur. Robert greiðir frá um hetta, at hann í fleiri ár var partur av einum sera góðum VB-liðið. Eg flutti suður aftur í 1969, og tá var VB júst komið upp í fremstu deildina. Eg haldi, at vit høvdu eitt sera gott lið, og besta úrslitið okkara mundi vera steypasigurin í 1974. Sum frá leið viknaði liðið tó nakað, og størsta orsøkin til hetta mundi vera fráflyting. Eg minnist t.d. eitt árið miðskeiðis í 70'unum, tá fimm av leikarum okkara búðu í Havn, og venjingarumstøðurnar verða sjálvsagt ikki meira enn næstbestar, tá so er. Hetta hevur eisini verið ein trupulleiki hjá VB í nógv ár. Um fólkið verður í oynni, veldst í stóran mun um, hvussu nógv arbeiðspláss eru, so tað er einki løgið í, at VB hevur verið millum ídnastu feløgini at fáa útlendingar til landið. Trívast væl Júst útlendingarnir eru aftur í ár ein týðandi partur av VB-liðnum, og einki er at ivast í, at Robert eins og nógvir aðrir vágbingar, er sera fegin um hetta. Eg haldi eisini, at teir útlendsku leikarar, sum hava verið í VB, hava trivist sera væl har suðuri. Tað sigur helst eitt sindur um vágbingar, men ein partur av frágreiðingini til hetta er helst, at teir eisini hava sínar uppgávur í felagnum. Teir taka sær av venjingini hjá yngru deildunum, og hetta viðførir eisini, at teir ungu hjá okkum verða eggjaðir til at leggja meira fyri, eins og leikararnir sjálvir verða betri við felagið, tá teir eru so nær knýttir. Annars kann eisini leggjast afturat, at tað eisini eru fleiri sera evnaríkir ungir leikarar ávegis. Onkur teirra er longu um at koma inn á besta liðið, og at fleiri koma tað í framtíðini, er einki at ivast í heldur Robert. Spentur um dystin Í dag kann ein kanska siga, at starvstíðin hjá Robert í VB er farin, men hetta hevur tó á ongan hátt minkað um hug hansara at fylgja við fótbóltinum. Hóast eg búgvi í Havn, so eri eg framvegis vágbingur, og tað fari eg helst altíð at verða. Hetta ger seg sjálvandi eisini galdandi í fótbólti. Eg havi eisini spælt við B36, og vanliga haldi eg við teimum, tá teir spæla í Gundadali, men tá VB er hitt liðið, er eingin ivi. Robert telist tó ikki millum teirra, sum rokna við, at VB fer at fáa nakað sum helst forerandi í dag. Eg rokni so avgjørt ikki við, at B36 ikki ætlar sær at vinna dystin. sigur hann sannførdur. Tað rokni eg ikki við, at nakað seriøst lið kundi funnið upp á, og heldur ikki haldi, at vágbingar eru áhugaðir í at fáa FM heitið til gávus. Eg eri eisini rættuliga ivasamur undan dystinum. Ikki tí, liðið er gott, men avrikini hava ikki alla tíðina veri nóg støðug. Eftir dystin í Runavík, har VB varð smurt av, legði eg allar FM-dreymar á hillina, men síðani hevur tað bara gingið framá. Sjálvandi vóni og ynski eg, at VB fer at gerast føroyameistari í ár, men eg tori ikki rættuliga at trúgva tí enn. Spurdur, hvørt hann ætlar sær at gera nakað serligt burtur úr leygardegnum, svarar Robert, at tað hevur hann als ikki hugsað nakað serligt um. Satt at siga, so havi eg ikki lagt nakrar sum helst ætlanir, men tað er so púrasta vist, at eg fari á plenuna. Í HB fara tey at halda við B36 Sumbingar seta øll segl til í royndini fjórða árið á rað at vinna rættin til 1. deildarfótbólt Vónbrotið hjá HB spælarunum var eyðsýnt, tá B36 í evstu løtu sunnudagin hevði javnað til 2-2. Áskoðararnir sótu sum slignir á nevið, og sambært formanninum í HB, var talan um kollektivt vónbrot: Vit kendu tað, sum um møguleikin at vinna meistaraskapin hvarv. Nú er ein lítil vika farin. Vit kunnu framvegis gerast meistarar, men so verður tað, tí VB søplar sín møguleika burtur, samstundis sum vit vinna í Sumba. Hetta seinna kann HB gera nakað við. Hitt fyrra er treytað av, hvussu B36 stendur seg. Tað kemur ikki so ofta fyri, men í dag fara tey í HB húsinum at taka á við B36. Tað er Gunnar Mohr, formaður í HB, sum sigur hetta. Hann fer ikki til Sumbiar, tí hann skal til Fuglafirðar at hjálpa til at tryggja næstbesta liðnum framhaldandi tilveru í 2. deild. Tey seinnu árini hevur tað verið vanligt, at HB húsið hevur verið opið tað kvøldið, tá fótbóltskappingin endar. Soleiðis verður tað eisini í leygarkvøldið. Sjálvandi verður tað serliga hugaligt, um okkara menn koma úr Sumba við meistaraskapinum, men tað plagar at vera hugnaligt, eisini tá okkara lið er endað á fjórða plássinum. Vit vita, at tað í hvussu so er verður silvur í ár, og so kunnu vit ikki annað enn vóna, at tað verður meiri enn tað, sigur Gunnar Mohr. Hjá HB eru tveir av føstu monnunum leikbannaðir. Teir eru Jóhannis Joensen og Rúni Nolsøe. Allir tøkir Sumbingar stríðast fyri at fáa rættin til 1. deildarfótbólt fjórða árið á rað. Skal tað eydnast, er tað neyðugt at fáa stig ímóti HB. Um FS Vágar einki fær frá KÍ, verður javnleikur nóg mikið hjá sumbingum, sum harvið gerast javnir í stigum við FSV, men teir enda hægri á støðutalvuni, tí Sumba hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar ímóti FSV. Allir sumbingarnir, sum hava spælt seinastu tíðina, eru tøkir. Dánial Johan Joensen kemur heim úr Danmark til dystin. Tað er ikki greitt enn, men tað kann væl hugsast, at dysturin verður tann síðsti í Sumba hjá onkrum av teimum fýra útlendingunum, sum í ár hava spælt har suðuri. Vit hava tað álit á okkara monnum, at teir fara at gera sítt ítarsta. Teir vita, og teir hava víst fleiri ferðir, at teir eru betri, enn stórtapið í Runavík síðsta sunnudag kundi bent á. Uttan mun til, hvat endastøðan verður, so skal kappingarárið rundast av á rættan hátt, sigur formaðurin hjá sumbingum, Jonhard Vestergaard. B36 ætlar at vinna Ikki er líkt til, at VB'arnir hava eina lætta uppgávu fyri framman, nú avgerðin um FM skal fella Nógvar røddir hava seinastu vikuna verið frammi um, at ivaleyst fór B36 ikki at gera ov nógv burtur úr dystinum móti VB. Ein sigur móti VB kann væl viðføra, at gullkrónurnar enda hjá grannunum úr HB. Taka sær ikki av løttum At meta eftir tí, sum leikararnir siga, er tó einki um hetta prátið. B36 hevur framvegis møguleika at røkka bronsuplássinum og harvið Europa komandi ár. Vit fara á vøllin fyri at vinna, tað er so eingin ivi um tað, heldur Jákup á Borg, sum hóast unga aldurin telist millum mest royndu leikararnar á B36 liðnum. At fara út á vøllin fyri at tapa, haldi eg slettis ikki at man kann loyva sær, sigur hann víðari. Tað hevði eisini verið stuttligt, um man eftir dystin kundi fingið nøkur klapp frá HB áskoðarunum, sum kanska eisini fara at stuðla okkum undir sjálvum dystinum. Mikkjal er úti Hjá B36 eru so at siga allir mans tøkir. Mikkjal Thomassen hevur leikbann, men sum skilst, hevði hann helst ikki verið tøkur kortini. Miðvallarin, sum eisini hevur verið verjuleikari í ár, meiddi seg nevnliga undir venjing hóskvøldið. Og Jákup leggur eisini dent á, at tað verður sterkasta lið teirra, sum fer á vøllin, so skulu vágbingar vinna FM, mugu teir sjálvir koma at taka tað. Í øllum førum er ikki líkt til, at teir kunnu taka nakað fyri givið leygardagin. Hava longu rokkið málinum Hóast vón um gull og heiður, so heldur VB venjarin ikki, at nakað trýst liggur á hansara leikarum Seinast VB var á odda í landskappingini, undan dystinum móti NSÍ í Runavík, tóktist tað sum hetta nervaði liðið. Ta ferðina var líkt til, at leikararnir vóru tyngdir av nervum, men sambært venjaranum, Krsystof Popzynski, eru nervarnir ikki so nógvir í dag. Undan dystunum móti GÍ og B68 stóð nógv á hjá mær, men nú haldi eg bari, at vit allir gleða okkum til dystin. Meira enn vænta Orsøkina til hetta sigur venjarin vera, at undan kappingarárinum var tað eingin, sum roknaði við, at VB skuldi gera tær stóru skreytirnar. Tá høvdu ivaleyst øll verið glað, um vit høvdu vunnið silvurmerkini. Í dag hava vit tryggjað okkum silvurmerkini, men nú vilja øll hava meiræ. Hetta er eisini náttúrligt, men eftir mínari fatan, kunnu vit fara púra frígjørdir inn á vøllin, tí vit hava eftir mínari fatan einki at tapa. Vit hava longu nátt meira, enn nakar hevði droymt um. Hetta merkir tó ikki, at vit ikki fara eftir gullinum. Vit fara altíð á vøllin eftir trimum stigum, og soleiðis verður eisini í morgin. Møguleikin fyri gullinum er eisini betri, enn hann nakrantíð hevur verið, og sjálvsagt eru øll sera spent, um vit megna at taka av hesum møguleikanum. Fótbóltur er tó einaferð soleiðis, at um hitt liðið er betri, so gerst ikki við. Allir tøkir Til stóru uppgávuna, sum kanska er týdningarmesti dystur í søgu felagsins, hevur venjarin allar sínar mans tøkar. Vit hava ongar skaðar og eingi leikbann, so hópurin er 100% til reiðar. Uppgávan hjá mær verður so at seta sterkasta liðið saman, og so mugu vit síggja, hvussu langt hetta ber, sigur fryntligi venjarin at enda. Sostatt tykist venjarin hjá VB at vera nógv róligari undan dystinum, enn flestu viðhaldsfólk felagsins eru. Um hetta er ein roynd at minka um trýstið á spælararnar ella ikki, skal ikki verða gitt um, men stendur tað til mótstøðuleikararnar, eigur VB at taka dystin í størsta álvara. GÍ hevur hagtølini í sínum parti B68, sum ætlar sær Intertoto plássið, hevur ikki vunnið á heimavølli ímóti GÍ síðani í 1989 Tað verður oyggjauppgerð á Svangaskarði seinnapartin. Toftamenn taka ímóti gøtumonnum, sum ongan møguleika hava at blanda seg í stríðið um heiðursmerkini, og sum ikki eru í vanda fyri at koma í holtur við niðurflytingina. Um hagtølini skulu takast sum ábending, so er GÍ favorittur. Gøtumenn hava nógvu tey seinnu árini havt sera gott tak á B68. Síðani besta deildin í 1988 varð víðkað til tíggju lið og til og við 1999 kappingarárinum, hava GÍ og B68 spælt 24 landskappingardystir. GÍ hevur vunnið trettan ferðir, B68 hevur vunnið fimm ferðir, og sjey ferðir hevur tað verið janvleikur. GÍ hevur skorað 50 mál, og B68 hevur skorað 26 mál. Serliga merkisvert er tað, hvussu striltið tað hevur skorist hjá B68 á heimavøllinum á Svangaskarði. Har hevur B68 ikki fingið øll stigini ímóti GÍ síðani í 1989, tá úrslitið var 1-0. Toftamenn kunnu hefta seg við, at teir undan summarsteðginum vunnu 2-1 í Gøtu. Vit høvdu vónað at sleppa upp í part í Europa Cup. Tað miseydnaðist. Síðsti møguleikin fyri altjóða fótbólti er Intertoto Cup. Hetta kastar ikki pengar av sær til felagið, men tað er altíð hugaligt hjá spælarunum at hava møguleikan at sleppa út um landoddarnar at royna seg, heldur Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag. Hjá B68 er Jan Petersen framvegis skaddur. Fróði Benjaminsen var leikbannaður í Vági. Nú er hann tøkur aftur. Síðsti dysturin Gøtumenn siga seg vera uppsettar. Sigurin í steypakappingini bjargaði teimum pláss í UEFA Cup komandi kappingarár. Tað er greitt, at í landskappingini er og verður GÍ nummar sjey, men teir siga seg ætla at leggja nógv fyri á Toftum. Magni Jarnskor var leikbannaður, tá vágamenn sunnudagin vórðu avsmurdir í Sarpigerði, hann er tøkur aftur. Teir eru tøkir aftur, og tað eru allir hinir spælararnir eisini. Tað tykist vera greitt, at Súni Olsen í dag fer at umboða barndómsfelagið fyri síðstu ferð í hesum umfarinum. Harafturat er tað ikki ómøguligt, at Henning Jarnskor komandi ár fer at royna seg í Odense. Men hetta er ikki heilt greitt enn. Bæði vilja hava heiðurligan enda Felags fyri B71 og NSÍ er, at hvørki hevur nakað at spæla fyri. Tó ætla tey ikki at taka sær av løttum, men fara at kempa fyri einum heiðurligum enda eftir eitt kappingarár, sum ikki hevur gingið eftir vild Bæði liðini eru hampuliga væl fyri undan seinasta dystinum. Einki stórt mannfall er í teimum báðum legunum. Danin Micheal Jørgensen verður eftir øllum at døma ikki tøkur hjá venjaranum Per Langvad. Michael Jørgensen hevur mest verið í álopinum hjá sandoyingum. Í Klaksvík seinasta vikuskiftið hitaði hann upp, men gav síðani boð um, at hann ikki var klárur at spæla vegna skaða. Ikki er væntandi, at Micheal er sloppin av við skaðan leygardagin. Venjarin skal heldur ikki rokna við, at miðvallarin Iulian Florescu verður klárur. Hann var heldur ikki við í Klaksvík. Annars er eingin annar skaddur, og eingi leikbann eru í hópinum. Eli Hentze hjá B71 heldur, at liðið ikki hevur spælt nóg væl, um hugt verður eftir spælarunum. Teir burdu eftir hansara tykki havt fleiri stig at vísa á við kappingarlok. B71 hevur ikki havt smálutirnar við sær. Sjey ferðir hevur liðið tapt við einum máli. Tey bestu úrslitini hjá teimum í ár hava verið sigrar ímóti VB og B36 á útivølli. NSÍ hevur fingið næstflest stig í seinnu hálvu. Seks stig eru farin fyri skeytið, tá runavíkingar tvær ferðir eru farnir av vøllinum sum taparar. Bara VB, sum hevur mist fimm stig, hevur betri úrtøku í seinnu hálvu. Runavíkingar iðra seg um tey tólv stigini, liðið misti í fyrru hálvu. Allir spælarar eru skaðafríir, men Ian Højgaard er leikbannaður, tí hann fekk sítt triðja gula kort í stórsigrinum móti Sumba. Annars eru eini fimm spælarar hjá NSÍ, sum í fleiri vikur hava ligið á markinum, og teimum vantar bara eitt gult kort fyri at verða leikbannaðir. Teir flestu hava tó hórað undan. Seinast liðini møttust endaði tað við javnleiki 1-1 á eystanstevnu. Støðan er tann, at NSÍ ikki kann røkka einum heiðursmerki, meðan B71 í veruleikanum ikki kann flyta niður. Trý stig eru niður til FS Vágar, men vágamenn skulu vinna við eini 24 málum ímóti KÍ, um teir skulu leggja sandoyingar afturum seg. Bæði liðini kunnu tí fara á vøllin uttan at hugsa um, hvussu leikur ferst aðrastaðni. Hugsað fyrst um Sumba Birgir Enghamar leggur dent á, fremsta fortreytin hjá HB er at vinna dystin suðuri á Krossinum Ein av trúføstu HB-stuðlunum ígjøgnum mong ár, er Birgir Enghamar. Havnarfólk flest munnu kenna hann frá taxa-koyringini, har hann hevur tikið mangan túrin, men eisini millum teirra, sum ferðast í Gundadali, er andlitið væl kent. Trúgvi upp á tað Birgir er HB'ari um ein háls, og umframt at hava verið aktivur á vøllinum, og síðani íðin áskoðari, er hann nú eisini virkin í felagnum, har hann í dag er næstformaður. Tá tosið fellur inn á FM møguleikan hjá eldra høvuðsstaðarfelagnum, sigur Birgir avgjørdur, at hann framvegis trýr upp á møguleikan. Sjálvandi var eg ótrúliga skuffaður, tá B36 javnaði sunnudagin, men eg trúgvi so avgjørt upp á møguleikan, at teir eisini fáa gjørt okkurt við VB, heldur Birgir fyri. Alt hatta tosið um, at B36 kanska ikki leggur so nógv í dystin og soleiðis, kann eg ikki trúgva hevur nakað upp á seg. Ítróttur, og kanska serliga grannauppgerðir, eru soleiðis, at hvørki annað ella annað skal geva nakað sum helst frá sær, og soleiðis er tað sjálvandi eisini millum B36 og HB. Hetta er tó eisini galdandi, tá B36 spælir móti VB, tí teir fara so undir ongum umstøðum inn á vøllin fyri at tapa. Harafturat haldi eg, at sum B36 hevur spælt í seinastuni, so liggur trýstið so avgjørt á vágbingum, tí teir standa framman fyri einari sera truplari uppgávu. Tá alt hetta er sagt, so skal tó leggjast afturat, at alt hetta kann vera líkamikið, um okkara menn ikki leggja alt í dystin á Krossinum. Ein sigur har er fyrsta fortreytin, áðrenn vit fara at hugsa um, hvussu úrslitið í Gundadali verður. Um hann verður við á suðuroyarferðini sjálvur, hevur Birgir enn ikki tikið støðu til. Hann greiðir frá, at vanligi avloysara hansara er upptikin hetta vikuskiftið, men um tað eydnast at fáa onkran at koyra, so er hann til dystin fús leygarmorgunin. Tað er tó púra vist, at likamikið, hvussu leygardagurin spælir av, so verið eg á keiini leygarkvøldið, tá spælararnir koma aftur til Havnar, tí hava teir so avgjørt uppiborið. Nøgdur hóast alt Um árið sum heild heldur Birgir, at líkamikið, hvussu úrslitini fara at laga seg leygardagin, so er hann nøgdur um avrikið hjá HB hetta kappingarárið. Tað eri eg heilt avgjørt. Sjálvandi vil man altíð vera við í toppinum, tá kappast verður, men undan hesum árinum høvdu vit eingi krøv sett fram í so máta. Ungu leikararnir, sum vit hava nýtt í ár, hava tó allir sum ein verið ómetaliga raskir, so eg haldi ikki, at nakar kann loyva sær at vera vónsvikin, um tað ikki verður til gull í ár. Silvurmerkini eru longu tryggjaði, og tað hevði eingin roknað við fyri fimm mánaðum síðani, sigur Birgir at enda. Noyddir at vinna Vágamenn meta seg ikki kunna dúva uppá, at HB tekur sær av at senda sumbingar niður í aðru deild Hóast FS Vágar kann koma at standa seg í deildini, um talan skuldi verið um tap í dag, so er hetta als ikki nakað, sum tey har vesturi ganga og hugsa um. Hjá okkum er tað av avgerandi týdningi at vinna. At HB møguliga vinnur á Sumba har suðuri kunnu vit als ikki taka okkum av. Orðini eigur Albert Ari Thomassen, liðformaður hjá FS Vágum. Vágamenn komu sær fyri tveimum vikum síðani upp um niðurflytingarstrikuna, og har ætla teir sær at verða verandi. Av fólki eru so at siga allir teir, sum hava verið við seinnu kappingarhálvu, tøkir. Undantakið er tó framvegis evnaríki Tór-Ingar Akselsen, sum enn ikki er komin seg eftir liðbandsskaða í fótinu. Sostatt eru fortreytirnar undan dystinum so góðar sum tilber, og stendur tað liðformannin fara allir leikararnir at gera alt, teir eru mentir, til tess at tryggjað felagnum eina framhaldandi tilveru í fremstu deildini. Kanska seinastu ferð Stóri spurningurin undan dystinum tykist vera, hvussu uppsettir klaksvíkingarnir eru til dystin. Heiðursmerkjum kunnu teir neyvan náa hetta árið. Einki er to at ivast í, at klaksvíkingar vilja enda árið á sømiligan hátt. Kanska er hetta einamest galdandi hjá liðskiparanum, Jan Joensen, sum møguliga spælir sín seinasta fyrstudeildardyst í dag. Ein lítil forðing tók seg upp, tá hann fekk ein snudd i andlitið undir venjingini hóskvøldið, men roknað verður tó við, at hann er tøkur í morgin. Einasti maður, sum ikki er tøkur hjá Tomislav Sivic til dystin, er Rógvi Jacobsen, Hann er í hesum døgum í Noreg, har hann venur við hálvavegna føroyska liðnum í Sogndal. Í hansara stað verður væntandi Hjalgrím Elttør. Stóri spurningurin hjá klaksvíkingum er tó, sum nevnt, um viljin til ein sigur er til staðar. Einki er at ivast í, at vágamenn fara at kýta seg alt tað, teir eru mentir, og gera klaksvíkingar ikki tað sama, lúrir vandin fyri einum tapi. Leikhátturin komandi kappingarár Kappingin í flogbólti byrjar av aftur vikuskiftið 14. oktober, men longu vikuskiftið 7/8 oktober verður stór flogbólskapping í Havn, tann sonevnda FK-kappingin. Broyttar reglur Í samband við kappingarárið hevur nevndin í Flogbóltssamabndinum samtykt, at leikhátturin í ár verður broyttur soleiðis, at leikt verður best av 5 settum, soleiðis at skilja, at tann sum fyrst hevur vunnið 3 sett hevur vunnið dystin. 4 tey fyrstu settini eru upp í 25, meðan 5 og seinasta settið er upp í 15. Eins og áður skulu 2 stig vera á muni í settinum áðrenn vinnarin er funnin. Tvs. at settið kann enda 30-28 og ikki 26-25 o.s.v. Farið verður sostatt burtur frá leikháttinum við tveimum hálvleikum, sum leikt varð eftir seinasta ár, m.a. tí hini Norðanlondini eisini hava broytt leikhátt. Hetta tí FIVB á fundi í Sevillia í august í ár, sum vit eisini luttóku á, greitt segði, at ongar broytingar av týdningi verða gjørdar næstu 3 árini. Til ber at síggja leikskipanina á heimasíðuni, eins og har stendur at lesa um flogbóltsdystirnar úr OL. Avsmurdir í Hollandi U-16 dreingirnir løgdu hóskvøldið rygg til 7-0 tap ímóti sera væl leikandi vertstjóðini úr Hollandi Í fyrradagin hildu vit fyri, at tann tíðin var farin, tá føroysk unglingalandslið vórðu smurd av í altjóða kappingum. Úrslitið í uppgerðini í Hollandi hóskvøldið kundi bent á, at vit tóku munnin ov fullan. Føroyingar spældu ímóti Hollandi, og tað er synd at siga, at vertirnir vóru serliga blíðir. Holland vann 7-0, eftir at støðan í steðginum hevði verið 2-0. Tað er ikki so nógv at siga til tapið. Okkurt av málunum, sum teir fingu, var eitt sindur bíligt, men teir høvdu fleiri aðrar upplagdar møguleikar, sum teir áttu at havt skorað uppá. Hetta sigur Jógvan Martin Olsen, sum er ferðaleiðari í Hollandi. Heimaliðið setti hol á í 7. minutti, teir øktu í 21. minutti, og fyrstu løtuna eftir stegðin gekk skjótt. Teir skoraðu í 43. og 44. minutti, og so var føroyingunum púra greitt, at dysturin var so rudduliga taptur. Holland skoraði eisini í 55., 70. og 80. minutti. Tað var høgt flog yvir hollendska liðnum. Teir vóru allir fínir bóltspælarar, teir vóru skjótir, teir vístu góða spælfatan, teir nýttu breiddina á vøllinum, teir skiftu ímillum langar bóltar, eitt tvey samanspæl og yvirlapp, teir høvdu hegni og sjálvsálit at bjóða av mann móti manni, og teir vístu allar aðrar dygdir, sum kunnu roknast við av góðum spælarum og einum góðum liði. Føroyska liðið hevði stórar trupulleikar av verjupartinum. Føroyingarnir høvdu bóltin ikki so lítið. Teir royndu at spæla í staðin fyri at sparka, men tað var torført at spæla seg til møguleikar. Einasti møguleikin var beint frammanundan, at Holland økti til 2-0. Einki spurdist burturúr, og í næsta skjóta álopinum fekk Holland mál. Vekja áhuga Hóast føroyska liðið hesa ferð stóð seg illa, so fylgja fótbóltsumboðsmenninir, sum hyggja at dystunum í Hollandi, væl við føroysku spælarunum. Liðformaðurin Jann Ingi Petersen skal til PSV Eindhoven í Hollandi um fjúrtan dagar, og eisini er greitt, at Ingi Højsted eisini skal royndarvenja í PSV. Ferðalagið kemur aftur til Føroya sunnudagin. Tá verður Ingi Højsted ikki við, tí hann skal venja í PSV. Ein umboðsmaður fyri eingilska stórfelagið Arsenal er her. Hann var eisini í Føroyum fyrr í summar, tá vit høvdu NM kapping. Hann hevur nógvar royndir at finna fram til nýggjar spælarar, og vit hava fleiri ferðir tosað við hann um føroysku spælararnar, sigur Jógvan Martin Olsen. Jákup í Stórustovu er í Hollandi í hesum døgum. Tað er umvegis hann, at Ingi Højsted fer til PSV. Vit skilja á lagnum, at møguleiki er fyri, at onkrir aðrir spælarar seinni fara av landinum at royndarvenja. Rani ikki við Í fyrsta dystinum, sum var ímóti Hvítarusslandi, spældi miðverjin Rani D. Christiansen úr HB bara í sjey minuttir. Ein stoytur, sum hann fekk í knæið, var so dyggur, at Rani var noyddur at gevast. Nú er greitt, at løsturin er so meinur, at tað ikki ber til hjá Rana at spæla aftur á túrinum í Hollandi. Ímóti Hollandi sá liðið soleiðis út: Sámal Jóhan Samuelsen, EB/Streymur - Rókur F. Jespersen, HB, Áki Petersen, ÍF, Marni Djurhuus, EB/Streymur, Eli Thorsteinsson, HB - Hanus Eliasen, ÍF (Magnus Skoralíð, LÍF, 47.), Jann Ingi Petersen, liðformaður, B68, Ingi Højsted, B36, Rasmus Nolsøe, TB (Andy Olsen, NSÍ, 65.) - Mortan Johannesen, B36 (Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur, 72.), Bjarni Jørgensen, HB Á beinkinum uttan at verða skiftir inn vóru Annfinn í Bartalsstovu, GÍ, Bjarki Danielsen, NSÍ, Aksel Petersen, B68 og Rani D. Christiansen, HB (skaddur). Føroyska liðið fer í morgin at dystast ímóti Íslandi. Íslendingar taptu hósdagin 3-2 ímóti Hvítarusslandi. Íslendska liðið verður sagt at spæla á sama hátt, sum íslendsk feløg og landsliðið gera. Tað vil siga, at teir hava nógv fólk aftarlaga á vøllinum og dúva oftast upp á langar bóltar. Mótstøðan í morgin verður mett at vera ivaleysa stór hjá føroysku unglingunum. Hondbólturin í gongd Fyrsta umfar í hondbóltslandskappingini fer av barkastokki um vikuskiftið Av kappingarskipanini, sum nýliga er komin út, framgongur, at kappingin er løgd eitt sindur øðrvísi til rættis í ár, enn hon hevur veirð undanfarin kappingarár. Goyma tað besta Kappingin er nevnliga løgd soleiðis, at tey lið, sum stóðu seg best í fjør, spæla sínar innanhýsis dystir móti endanum av árinum. Allar helst í eini vón, at spennignurin í kappingini skal halda sær sum longst, og at sterku liðini eru so væl fyri, sum til ber, tá avgerandi dystirnir verða leiktir. Ikki tí, kappingarárið í fjør varð eisini sera spennandi, og varð tá einki avgjørt fyrr enn í seinasta dystinum. Hetta hevur tó við sær, at vit á pappírinum hava nakrar >>bleytar<< dystir fyrstu umførini. Bleytir er kanska í so nógv sagt, tí einki er at ivast í, at tey á pappírinum veikaru liðini so avgjørt kunnu gera onkran vørr, og tað kanska serliga í byrjanini av kappingarárinum. Skráin hjá kvinnunum sær ananrs soleiðis út, at Sóljan og Stjørnan spæla í Klaksvík, Kyndil og Tjaldur í Havn meðan VB og VÍF av røttum skulu dystast í Vági. Hesin dysturin er tó útsettur, tí í Vági verður ikki roknað við, at nakað fólk verður eftir í bygdini, ella skuldi man kanska sagt at eingin er uppkomin um trý-tíðina, um so er, at FM-veitsla verður á Eiðinum í kvøld. Hjá monnunum Dystast Kyndil og Tjaldur í Havn, StÍF og H71 á Skála, meðan lokaluppgerð verður í Vestmanna, har KÍF eigur heimavøll móti VÍF. Sostatt er hjá báðum kynum líkt til, at talan er um greiðar favorittar í øllum dystum, men kortini verður spennani at síggja, hvussu liðini eru fyri. Fleiri av liðunum hava styrkt um leikarahópin í mun til í fjør, og millum annað verður spennandi at síggja, hvussu útlendingarnir hjá KÍF fara at roynast móti vestmenningum, sum mon meta sum fremsta FM-kandidatin hetta kappingarárið. Jákup og teir hóraðu undan Men avrikið hjá Herfølge í UEFA Cup ímóti svenska AIK var ikki serliga sannførandi Herfølge var uppií, tá UEFA í gjár skipaði fyri lutakasti um, hvussu liðini skulu hittast í øðrum umfari í UEFA Cup. Atgongumerkið til annað umfarið tryggjaði Herfølge sær, tá teir á heimavølli hóskvøldið megnaðu 1-1 ímóti AIK Solna úr Stokholm. Fyri fjúrtan døgum síðani vann Herfølge 1-0 á Råsunda. Men hóast fyrimunin av sigri á útivølli í fyrra dystinum, og hóast mótstøðumenninir eftir 35 minuttir fingu ein mann útvístan, so var tað ikki meiri, enn at tað eydnaðist hjá Herfølge samantalt at vinna á AIK. Svenska liðið kom á odda seks minuttir eftir steðgin. Teir fingu brotsspark, tí ein av teirra monnum varð feldur, tá hann royndi at bróta ígjøgnum í høgru. Jákup Mikkelsen í Herfølge málinum tveitti seg til høgru fyri seg sjálvan. Bólturin kom sama vegin, men tíverri fyri Herfølge og Jákup Mikklsen, so fór bólturin akkurát undir málverjanum og í netið. Síðstu løtuna var tað óneyðuga spennandi. Herfølge hevði bóltin meiri. Teir megnaðu ikki at samanspæla serliga sannførandi. Um AIK hevði skorað eina ferð afturat, so hevði verið neyðugt hjá Herfølge at skora tvær ferðir. Tí kendist tað strevið, hvørja ferð svenska liðið nærkaðist málinum hjá Jákupi Mikkelsen. Venjarin høvuðsleikari Eftir vanliga leiktíð var samantalda úrslitið 1-1. Tí var neyðugt við longdari leiktíð. Og tá var tað, at venjarin hjá Herfølge, John Faxe Jensen, gjørdist høvuðsleikari. Faxe hevði sett seg sjálvan á miðvøllin fyri at fáa meiri altjóða royndir og tyngd í. Venjarin gekk undan í at stríðast, og tá seks minuttir vóru farnir av longdu leiktíðini, skoraði hann málið, sum bar víðari luttøku í UEFA Cup við sær. Faxe rakti bóltin klokkureint. Tað sóu 2688 áskoðarar. Brøndby og AB spældu eisini hóskvøldið. Brøndby megnaði 0-0 á útivølli í Slovenia ímóti Osijek. Fyri tveimum vikum síðani vann slovenska liðið 2-1 í Brøndby. Hjá AB helt málturkurin fram. Í 1. hálvleiki ímóti Slavia Prag á Gladsaxe stadion hevði AB fleiri stórar málmøguleikar, men teir komu ikki nærri enn at raka tvørtræ og stólpa. Í fyrsta minuttinum eftir steðgin og í evstu løtu skoraðu mótstøðumenninir. Harvið vunnu teir samantalt 5-0. Umframt Herfølge fer Viborg at umboða danskan fótbólt í 2. umfari í UEFA Cup. Týskvøldið vunnu teir á heimavøllinum í Viborg 1-0 á CSKA Moskva. Fyrri dysturin endaði málleysur, og tískil var tepri heimasigurin nóg mikið hjá Viborg. Beint áðrenn evstamark frættist, at Herfølge komandi umfarið skal spæla móti grikska AEK Athen. Fallhjálmurin Berghild Skúvadal M.A. Jacobsen virðislønir handað mánadagin Mánadagin 18. september klokkan 5 seinnapartin handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar Býráðs í Sjónleikarhúsinum. Næmingur frá Tórshavnar Musikkskúla luttekur, og Bjarni Restorff, lærari á Tórshavnar Musikkskúla, stendur fyri sanginum, tá ið handanin fer fram. Handanin er almen. Bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens vórðu fyrstu ferð handaðar í 1958; tá varð staðfest, at í mesta lagi tvær bókmentavirðislønir áttu at verða latnar. Í 1972 varð gjørt av, at onnur lønin átti at vera latin fyri fagar bókmentir og onnur fyri yrkisbókmentir. Í 1985 kom í reglugerðina, at býráðið kundi samtykkja at lata eina triðju løn, um nevndin helt, at eitt verk hevði bókmentaligt virði, men var torført at flokka. sum annahvørt fagurbókmentaligt ella yrkisbókmentaligt. Í 1996 samtykti Tórshavnar býráð at broyta reglugerðina. Heitið er nú broytt til Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens, og nevndin hevur heimild at lata tríggjar virðislønir, eina fyri fagurbókmentir, eina fyri yrkisbókmentir og eina fyri mentanaravrik. Við mentanaravrik verður hugsað um fólk, sum hava gjørt nakað av týdningi fyri føroysku mentanina. Nevndin hevur heimild at gera av ikki at lata onkra teirra, um hon heldur, at einki verk ella avrik er virðislønarvert. Í ár verða tríggjar lønir latnar. Í nevndini fyri Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens eru fimm limir: Egon Hansen, Jákup Jacobsen og Beinta Nattestad hevur Tórshavnar býráð sett í nevndina. Rithøvundafelagið hevur sett Gunnar Hoydal, og Fróðskaparsetur Føroya hevur sett Eyðun Andreassen í nevndina. Skrivari er býarbókarvørðurin. Nevndarlimirnir verða settir eftir hvørt býráðsval. Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar Býráðs vórðu fyrstu ferð handaðar í 1976. Heiðurslønirnar verða latnar fyri bóka- og listaverk fyri børn, sum verða hildin at verða virðislønarverd. Tær kunnu latast rithøvundum, týðarum, listafólkum og einstaklingum. Í mesta lagi ber til at lata tvær lønir. Í ár verður ein latin. Í nevndini fyri Barnabókaheiðurslønirnar er formaðurin í mentamálanevnd Tórshavnar kommunu fastur limur, tað er Kaj Leo Johannesen. Ein barnabókavørður er fastur limur og skrivari í nevndini, tað er Malan Hilmarsdóttir. Tórshavnar kommuna hevur sett Heðin Mortensen og Poulinu Slættanes í nevndina. Felagslærararáðið hevur sett Høgna Joensen. Eftir hvørt býráðsval velja Tórshavnar kommuna og Felagslærararáðið av nýggjum limir í nevndina. Bjóða 18-19% í lønarhækking Kommunan í Kollafirði hevur bjóðað dagrøktarmammunum eina lønarhækking uppá 18-19% í miðal og tað er nógv meiri, enn nakar annar hevur fingið. Tað sigur Hans Jacob Hansen, bygdaráðsformaður í Kollafirði í einum tíðindaskrivi um verkfallið hjá dagrøktarmammunum í Kollafirði. í einum tíðindaskrivi frá Kollafjarðar Kommunu beint fyri døgverða í gjár, sigur bygdaráðsformaðurin, at í sáttmálanum ímillum Havnina og Kollafjørð stendur m.a., at allir borgarar skulu hava somu skyldur og somu rættindi, og at dentur skal leggjast á, at tænastuveitingar og kostnaðarstøði verður tað sama hjá øllum borgarum í sameindu kommununi. Sostatt kann Kollafjarðar kommuna bara gera ein sáttmála, sum er galdandi til nýggjarsaftan í ár. Men kommunan følir seg bundnan til at gera ein sáttmála, sum gevur dagrøktarmammunum í Kollafirði somu kor sum tær í Havnini fáa, tí í avtaluni um kommunusamanlegging stendur eisini, at longu frá 1. oktober 1998, skuldu kommunurnar í mest møgiuligan mun samstarva, sum um samanleggingin var framd. Útfrá hesum, hevur Kollafjarðar Kommuna bjóða dagrøktarmammunum ein sáttmála, sum setir tær á sama støði sum dagrøktarmammurnar í Havn. Hetta ber m.a. av sær, at tær skulu fáa eina lønarhækking uppá 18-19% í miðal og tað er nógv meiri enn nakar annar hevur fingið. Men hetta ber samstundis í sær, at foreldragjaldið fer munandi upp. Somuleiðis verður eisini arbeitt fyri at seta á stovn frítíðarskúla, sum ætlandi skal virka fyrst í komandi ári, sigur Kollafjarðar Kommuna. Rækjuskipini fáa betri sølumøguleikar Danska stjórnin hevur saman við øðrum londum gjørt eina nýggja tollavtalu við Kina, sum hevur við sær, at tollurin á rækjum fer úr 70 niður í 30 prosent Avtalan, sum Danmark hevur gjørt, fevnir eisini um Grønland og Føroyar. Tað hevur við sær, at føroyskir rækjuútflytarar hava betri møguleikar at selja rækjur á heimsmarknaðinum. Hetta letur hurðar upp, sum áður bara hava staðið á glopp. Tó eru ikki bara fyrimunir við hesi avtaluni. Rækjuskipini fegnast Jákup Egholm Hansen, formaður í felagnum Rækjuskip, er sjálvandi fegin um avtaluna, tí hetta økir um keypiorkuna av rækjum og økir samstundis um sølumøguleikarnar. Jákup Egholm Hansen sigur, at Føroyar hava stórar avmarkingar á ES-marknaðinum, og tí er tað ein fyrimunur, at marknaðurin veksur. Sølan av rækjum til Kina er áður farin soleiðis fram, at rækjurnar eru seldar til Kina uttan toll, men so hava kinesisku keypararnir tikið sær av at gjalda tollin. Nú tá tollurin minkar munandi, so verða møguleikarnir at selja til Kina betraðir. Jákup Egholm Hansen sigur, at sølan til Kina hevur verið í bylgjum. Onkuntíð hevur verið nógv selt og minni aðrar tíðir. Avtalan kann hava við sær, at tann nøgdin, sum verður seld til Kina, gerst meira støðug. Føroyar kunnu bara útflyta 2000 tons av rækjum til ES-marknaðin, áðrenn tollur verður lagdur á, og hetta avmarkar menningina í rækjuídnaðinum í Føroyum. Sum nú er hava vit stórar avmarkingar á ES-marknaðinum, og henda nýggja avtalan kann økja um møguleikarnar hjá rækjuskipunum at sleppa av við rækjurnar fyri ein góðan prís, sigur Jákup Egholm Hansen. Ísland hevur ígjøgnum EBS-avtaluna fingið næstan fría atgongd til ES-marknaðin, meðan Føroyar enn hava eitt loft á innflutninginum. Ein avtala er fingin í lag millum Føroyar og ES um laks, men ein avtala um rækjur liggur enn á láni. Fundur verður væntandi í heyst millum Føroyar og ES um rækjuloftið. Jákup Egholm Hansen heldur eina av orsøkunum til, at ein avtala er fingin í lag er, at Kina fegið vil sleppa uppí WTO, heimshandilsfelagsskapin. Ein av treytunum er, at tollurin á ávísum vørum skal minka. Kinesisku myndugleikarnir hava síðani kannað, hvør tollur verður lagdur á teirra vørur og hava gingið við til at lækka rækjutollin. Ringt at spáa Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri á Fiskasøluni, heldur tað verða nakað tíðliga at meta um, hvørja ávirkan henda avtala fer at hava, tí hon hevur bara verið galdandi síðan 1. september í ár. Tískil hevur eingin kollvelting verið enn, men hann metir, at hon kann økja munandi um nøgdina, sum seld verður til Kina. Enn hevur Fiskasølan tó ikki selt nakað til Kina, síðan avtalan kom í gildi. Hans Jóhannes á Brúgv sigur, at vanliga hava rækjur bara verið seldar til Kina um heystið og um veturin, men nú er møguleiki fyri, at hesin handil kann vera alt árið. Ein fyrimunur liggur eisini í, at ein partur av rækjunum, sum annars høvdu verið sendar á evropeiska marknaðin, nú fara eystureftir ístaðin. Hetta kann minka um trýstið á evropeiska marknaðin, og prísuin verður støðugari. Her verður serliga hugsað um grønlendsku veiðuna. Kinesarar keypa mest tær smáu rækjurnar, sum tey føroysku skipini fáa heilt fitt av. Hetta økir um sølumøguleikarnar hjá føroysku skipunum, av tí at ein stórur partur av veiðuni er smáar rækjur. Hans Jóhannes á Brúgv leggur tó dent á, at tað er sera torført at meta um, hvørjar broytingar fara at standast av nýggju avtaluni. Fiskasølan umboðar í løtuni 70 prosent av føroyska útflutninginum av rækjum. Torførari hjá rækjuvirkinum Einasta rækjuvirkið í landinum er tað á Oyri, men virkið fær ongan beinleiðis fyrimun av avtaluni. Øll teirra framleiðsla fer til evropeiska marknaðin, harav helvtin til England, men einki fer til Kina. Hinvegin merkir hetta, at rækjuvirkið fær størri kapping um rávøruna frá kinesiskum keyparum. Útboðið á føroyska marknaðinum kann tískil minka. Sofus Poulsen, stjóri á rækjuvirkinum, heldur tó ikki, at talan er um ein beinleiðis vansa, men hann ásannar samstundis, at størri kapping verður um tær størru ídnaðarrækjurnar, sum virkið mest keypir frá føroyskum bátum. Vilja heldur bløða út enn at fáa stuðul úr landskassanum Stjórin á Havsbrún í Fuglafirði vil ikki hoyra talan um almennan studning, hóast tann høgi oljuprísurin rakar teir sera meint. Vit siga kortnei til almennan studning. Vit skulu heldur bløða út enn at vit vilja hava studning frá tí almenna. Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún er púra avgjørdur, tá ið vit spyrja hann, um tað almenna eigur at stuðla vinnuni fíggjarliga fyri at byrgja upp fyri teir himmalhøgu oljuprísunum. Havsbrún í Fuglafirði er tað virkið í landinum, sum brúkar nógv mest av olju. Havsbrún brúkar um 8.000 tons av olju um árið. Í mars mánaða í fjør kostaði liturin góð 60 oyru fyri liturin. Men seinast Havsbrún keypti olju, kostaði liturin 1,50 fyri liturin. Sostatt er oljan góð 80 oyru dýrai fyri liturin nú, enn hon var síðsta vár. Tað vil aftur siga, at nú kostar oljan meiri enn tvær ferðir so nógv, sum hon kostaði í mars í fjør. Ávirkar avreiðingarprísin Bergur Poulsen sigur, at hetta seinasta árið kemur Havsbrún tilsamans at brúka næstan seks milliónir meiri í olju, enn virkið brúkti undanfarna ár. Hetta er sjálvsagt nakað, um ávirkar raksturin sera nógv. Partvís førir tað við sær, at vit fáa ikki latið skipunum tann avreiðingarprísin, sum vit annars høvdu kunnað latið. Men tað førir eisini við sær, at vinningurin hjá virkinum minkar munandi, tí tað mesta av meirútreiðslunum tekur virkið sjálvt á seg. Men stjórin á Havsbrún sigur, at tað ber heldur ikki til at lækka avreiðpingarprísin ov nógv, tí tað er hørð kapping um rávøruna. Og lækkar prísurin ov nógv, hóra skipini ikki undan- og so fær Havsbrún heldur onga rávøru. Vit liva av hvørjum øðrum so talan er um eina javnvág, har hvør má laga seg eftir øðrum. Kortanei til studning Vit spurdu eisini stjóran á Havsbrún, um tað kundi hugsast, at teir fóru at ganga somu leið sum reiðararnar og kanska fara at biðja landskassan um studning fyri at byrgja upp fyri tí høga oljuprísinum. Men Bergur Poulsen er púra avgjørdur tá ið hann svarar. Kortanei. Vit vilja hvørki síggja, ella hoyra um almennan studning til nakað sum helst. Vit skulu fyrr bløða út, enn at vit vilja hava almennan studning, tí almennur studningur bara avlagar vinnuna og hann skal burtur. Bergur Poulsen sigur, at almennur studningur førir bara við sær, at vinnan verður politiskt og tað svansið hava vit havt nóg mikið av. Tað hava vit roynt og tað skulu vit ongantíð út í aftur. Almennur studningur byggir onki upp. Vit lótu fiskivinnuni 500 millióniur í studningi um árið, og hvat varð úrslitið??. Alt fór í skeljasor, so lat okkum undir ongum umstøðum taka tann táttin uppaftur. Stjórin á Havsbrún sigur, at so leingi vit kappast á jøvnum føti við onnur, skulu vit nokk klára okkum. Tað er ikki bara í Føroyum at oljan er dýr. Tað er hon eisini alla aðra staðni, so oljuprísurin í Føroyum er ikki kappingaravlagandi, tí her eru ongi avgjøld á oljuni, sigur Bergur Poulsen. Og eins og oljuprísurin er hækkaður seinasta árið, man hann eisini fara at lækka aftur, tí hann gongur upp og niðuir alla tíðina, leggur stjórin á havsbrún afturat. Stynja undir okursprísum Tað er blivið heilt galið hjá føroyska fiskiflotanum og nú umhugsa reiðarar aftur at biðja landskassan um studning Tann høgi oljuprísurin er blivin ein álvarsligur trupulleiki hjá føroysku fiskivinnuni. Trupulleikin er so álvarsligur, at reiðararnir nú umhugsa at biðja landskassan um hjálp. Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum, sigur, at teir eru farnir at viðgerða spurningin um at biðja um hjálp úr landskassanum. Málið er ikki endaliga viðgjørdur enn, men hann skal nú umrøðast í teimum ymsu skipabólkunum. Formaðurin í reiðarafelagnum sigur, at útreiðslurnar hjá føroyska fiskiflotanum til olju, er meiri enn tvífaldaður hetta seinasta árið. Útreiðslurnar hjá flotanum til olju eru nú blivnar 150 milliónir hægri um árið, enn tær vóru fyri minni enn einum ári síðani og hetta er meiri enn skipini orka at bera. Hetta seinasta árið er oljuprísurin hækkaður 150% og tað sigur seg sjálvt, at tað kemur vinnuni í álvarsamar trupulleikar. Hóast tey seinastu árini hava verið góð, ger hendan príshækkingin, at ein stórur partur av yvirskototinum hjá fleiri skipabólkum verður etin upp av eyka útreiðslum til olju, og tað tolir vinnan ikki. Tilsamans brúka føroysk skip um 100.000 kubikkmetrar av olju um árið, so talan er um eina rættiliga umfatandi útreiðslu. Oljustudning í gildi aftur Jákup Sólstein sigur, at beinleiðis stuðul úr landskassanum er einasti møguleiki hjá skipunum at fáa hjálp til oljuna, tí oljuprísurin til skipini er frammanundan fullkomiliga reinsaður fyri avgjøld til landskassan og hann er eisini mvg-fríur. Tí ber tað ikki til at heita á landskassan um at lækka avgjøld fyri at lætta um hjá skipunum. Tað er heldur ongin loysn at bunkra olju í øðrum londum, tí til skip oljan í Føroyum fult so bílig, sum aðrastaðni. Skal nakar møguleiki tí vera at fáa ein lætta, er einasti máti at fáa hjálp frá tí almenna og at fáa stuðul úr landskassanum til olju, sigur Jákup Sólstein. Við tí fyrivarni, at umsóknin til landsstýrið um stuðul, ikki er liðugt viðgjørd í reiðarafelagnum enn, sigur Jákup Sólstein, at fyribils heldur hann, at einfaldasti mátin er at landsstýrið setir oljustudningin í gildið aftur. Skipini fingu oljustudning fyrr, og lættasti mátin er at seta hann í gildið aftur, so at skipini fáa ávísan stuðul úr landskassanum fyri hvønn litur av olju, tey brúka. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógva olju, tey ymisku skipini brúka, men serliga rakar tann høgi oljuprísurin trolararnar, eitt nú rækjutrolararnar, djúpvatnstrolararnar og skipini, sum fiska uppsjóvarfisk, serliga meint, tí tey brúka so nógva olju. Men ein skipan, har skipini fáa oljustuðul fyri liturin er rættast at seta í verk, tí tá fara tey skipini, sum brúka mest í olju, eisini at fáa mest í studningi, sigur Jákup Sólstein. Hann veit væl, at stuðulsskipanir eru ímóti politiska rákinum, men hann heldur kortini, at oljustudningur eigur at verða settur í verk. Vit eru í eini undantaksstøðu, akkurát sum tá ið oljukreppurnar vóru í sínari tíð og tá fingu skipini oljustudning. Og støðan nú er heilt álvarsom hjá pørtum av flotanum, sigur formaðurin í reiðarafelagnum Føroyskir sløkkiliðsleiðarar Í samband við ta skriving sum hevur verið um nýstovnaða felagið >>Føroyskir sløkkiliðsleiðarar<<, skulu her gerast nakrar rættingar so ongin >>forvirringur<< verður. Ført verður fram, eftir at nýggja felagið er stovnað, er totalur forvirringur á brunaøkinum, men hetta er als ikki so. Um tað er totalur forvirringur, var tað eisini áðrenn. Endamálið við nýggja felagnum er fyrst og fremst at menna og samansjóða sambandið og samstarvið ímillum føroyskar sløkkileiðarar. Hetta at vera í felagsskapi, hevur altíð verið mennandi og gott, og tá man samstundis hevur møguleika at samstarva út um landamørk, her verður hugsað um Grønland, Ísland og hini norðanlondini, so enn betur. Ført verður fram, at eitt felag er frammanundan, og at tað mátti verið nógmikið. Til hetta er at siga, at tað er nú einaferð soleiðis at sløkkiliðsleiðarar hava eina nógv størri ábyrgd enn sløkkiliðsmenn og kann tað nýggja felagið kanska metast við eitt meistarafelag, meðan >>Landsfelag Sløkkiliðsmanna<< kundi líknað einum handverkarafelag, og eitt er vist, at eitt samstarv ímillum hesi bæði feløgini hevði givið góða frukt um vilji var tilstaðar. Ført verður eisini fram, at nú verður klandur og rót at valda. Her má onkur álvarslig misskiljing verða komin í, tí felag okkara ynskir onki vald, men vil koma við ráðum og stuðla kommunum og land um tey heita á okkum. Fleiri av okkara limum hava holla útbúgving og nógv ára royndir innan sløkki- og bjargingararbeiði og kundi teirra vitan tískil verið til stóra hjálp nú ein tilbúgvingarætlan verður gjørd fyri bæði tunnlar og alt Føroya land. Eisini verður ført fram, at arbeitt verður fram ímóti, at øll útbúgving av sløkkiliðsfólki, skal fara fram í Tórshavn, eisini hetta er heilt burturvið. At Havnin hevur val at geva sínum sløkkiliðsfólki eina størri útbúgving enn vanligt í Føroyum, kunnu vit bert fegnast um. Okkara felag fer at bíða við spenningi til úrslitið av arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum, ið settur er at smíðja eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar. Tá tey eru liðug við sítt arbeiði, koma tey eisini at seta út í korti, hvussu ein framtíðar útbúgving fer at síggja ú At enda, er bert at vóna, at vit fara at fáa eitt gott og mennandi samstarv við Brunaumsjón Landsins og Landsfelag Sløkkiliðsmanna, landi og kommunum til frama. K. Jacobsen, Føroyskir sløkkiliðsleiðarar Fundur um útbúgvingina til grafikara Í sambandi við at nevndin í Grafisk Fagligt Udvalg í Danmark kemur til Føroyar at vitja í døgunum 17. til 20. september verður skipað fyri almennum fundi, har greitt verður frá grafisku útbúgvingunum og nýggju útbúgvingini til miðlagrafikara (mediegrafiker). Fundurin verður mánakvøldið, 18. september kl. 19 á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Útbúgvingin til miðlagrafikara, sum byrjar í Danmark fyrst í komandi ári, kemur í staðin fyri grafikaraútbúgvingina, ið fyrst og fremst er ein útbúgving um, hvussu ymsir prentlutur verða gjørdir. Seinastu lærlingarnar eftir gomlu grafikaraútbúgvingini verða tiknir inn 1. januar komandi ár. Nýggja útbúgvingin til miðlagrafikara, sum er ein vanlig lærlingaútbúgving, tekur umframt prentlutir eisini við samskifti, sum fer fram í digitalum og elektroniskum miðlum. Hetta hevur við sær, at virkini, sum kunnu taka lærlingar í hesi yrkisgrein, gerast fleiri, millum annað vanlig grafisk virki, lýsingarstovur, multimediavirkir, teknistovur, bløð og onnur virki, sum fáast við samskifti. Nevndin vitjar eisini virkir Á ferðini her í Føroyum fer nevndin í Grafisk Fagligt Udvalg at hava fundir við føroysku yrkisnevndina fyri grafikarar. Danska nevndin fer eisini at vitja virkir í Føroyum, sum kunnu hugsast at verða góðkend sum lærupláss til nýggju útbúgvingina. Virkir, ið eru hugað fyri at fáa vitjan av umboðum fyri donsku og føroysku yrkisnevndinar dagarnar 18.-20. september, kunnu venda sær til Yrkisdepilin á telefon 35 50 50 ella við t-posti: depilin@yrkisdepilin.fo Nývalda føroyska yrkisnevndin fyri grafisku yrkini hevur fýra limir. Nevndin hevur skipað seg við Jon Hestoy, sum formanni, Honnu M. Michelsen, sum næstformanni. Hinir limirnir í nevndini eru Eyðun Húsgarð og Anna Hansen. Yrkisnevndin fyri grafiski yrkini er nevnd fyri yrkini grafikarar, prentarar, serigrafar, fotografar, miðlatøkningar og bókbindarar. Nato-limaskapur Ein spurningurin, sum er mest frammi nú, er hetta, at danski uttanríkismálaráðharrin setir seg ímóti, at løgmaður setir seg í samband við Nato aðalskrivaran og um danski uttanríkismálaráðharrin lýgur, tá hann sigur, at treytin fyri at verða limur í Partnership for Peace er, at landið hevur vápnaða hermegi. Samgonguflokkarnir siga, at tað er einki løgi í tí, at landsstýrið roynir at útvega sær upplýsingar um treytir fyri limaskapi, meðan andstøðuflokkarnir siga, at landsstýrið ger sær fyri skommum við ikki at skilja, at uttanríkismál eru felags mál og verða umsitin av uttanríkismálaráðnum. Eingin tekur uppá tunguna spurningin, um vit yvirhøvur skulu hava nakað við Nato at gera, tá Føroyar eru vorðnar fullveldi. Sum støðan er í løtuni, so eru Føroyar umfataðar av nato-sáttmálanum sum ein partur av danska ríkinum, og hvat er so tann almenna politiska støðan í Føroyum til hetta: Løgtingið samtykti 13. apríl 1940 at senda skriv til bretska hervaldið, har m.a. verður sagt: "Tað er støða tingsins at halda Føroyar uttanfyri bardagan og ósemjur landanna millum". Í 1950 tók løgtingið ta støðu at seta seg ímóti, at skipað bleiv heimavernd "hjemmeværn" í Føroyum við teirri grundgeving, at heimavernd er eitt militert fyribrigdi og løgtingið ynskti ikki, at slíkur vápnaður stovnur verður gjørdur í Føroyum. Í 1961 mótmælir løgtingið, at hermenn verða bundnir at radarstøðini á Sornfelli og loranstøðini á Eiði og ímóti at herútgerð verður goymd á føroyskum land- ella sjóøki. Í 1969 legði ein løgtingsmaður úr Tjóðveldisflokkinum fram uppskot til samtyktar soljóðandi: "Álagt verður Føroya Landsstýri at krevja av ríkisstýrinum, at Føroyar frá 1970 at rokna ganga úr Nato felagsskapinum." Hetta uppskot bleiv ikki samtykt tá, men tingið avgjørdi at seta 7-manna millumtinganevnd við umboðum úr øllum flokkum at viðgera hetta mál. Millumtinganevndin legði fram álit í august 1970 og sigur í innganginum til álitið m.a. soleiðis: "Føroyar hava eingi avgerðarrættindi í uttanríkispolitiskum málum. Landið er tó sum lutur av Nato samgonguni tað minsta og helst vegna sín lítilleika tað mest sárbara landaøkið innan Nato. Tað má tí haldast at vera okkara skylda at fylgja við í øllum uttanríkis-, verndar- og friðarpolitikki uttanum okkum. Vit mugu gera alt tað, sum vit megna at veita okkara landi og fólki best møguliga tryggleikan. Tað er út frá hesum sjónarmiðum Tjóðveldisflokkurin hevur reist løgtingsmál nr. 78/1968 Føroyar burturúr Nato." Hetta síðsta er so tann grundgevingin, sum nevndin er samd um, at Tjóðveldisflokkurin hevur havt fyri uppskoti sínum. Nevndin greiðír í álitinum frá roynd at gera skandinaviskan verjusáttmála, um Nato sáttmálan og um hvørji sjónarmið Noreg og Danmark og Ísland hava havt til henda sáttmálan. Viðvíkjandi støðu Føroya sigur nevndin m.a. at eingin tingsamtykt er til skjals, sum hevur broytt tingsins støðu í hesum máli, nevniliga samtyktina frá 1940 og mótmælið frá 1960 móti herstøðum í Føroyum. Endiliga sigur nevndin soleiðis: "Við tí veldiga vøkstri í framleiðsluni av atomvápnum, sum farin er fram seinastu árini, í huga og við vissuni um, at eitt so lítið øki sum Føroyar er sera sárbart og ringt at verja, um atombardagi brestur á, ræður uppaftur meira um at halda Føroyar uttanveltaðar nú enn nakrantíð áður. Eingin ivi er um, at Føroyar eru betri vardar uttanfyri enn innanfyri hermálsligar samgongur." Nevndin býtti seg í ein meiriluta og ein minniluta. Í meirilutanum vóru umboð fyri Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin, Framburðsflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin, meðan umboðið hjá Sambandsflokkinum var einsamalt í minnilutanum. Uppskotið hjá meirilutanum er soljóðandi: "Føroya Løgting biður landsstýrið siga ríkisstjórnini frá, at tað sambært løgtingsviðtøku frá 13. apríl 1940 er løgtingsins støða, at Føroyar verða hildnar uttanfyri ósemjur landanna millum og hermálsligar samgongur og at løgtingið sambært løgtingsmáli nr. 14/1960 mótmælir, at hermenn verða knýttir at Sornfellis- ella Eiðisstøðini og noktar fyri, at krígsútgerð verður goymd á føroyskum land- ella sjóøki. Landsstýrið verður samstundis biðið um at heita á ríkisstjórnina um at kanna líkindini nú at seta hesa løgtingsviðtøkur í verk. Úrslitið av hesi kanning verður at leggja fyri løgtingið í vetrartingsetuni 1970/71." Uppskotið frá minnilutanum er minni víttgangandi, men mótmælir kortini, at hermenn verða knýttir at Sornfellis- ella Eiðisstøðini og at krígsútgerð verður goymd ella nýtt á føroyskum land- ella sjóøki. Uppskotið frá meirilutanum varð samtykt við 15 móti 0. Eingin løgtingssamtykt seinni hevur broytt støðu løgtingsins. Vit eru fleiri, summi við heilum hjarta og summi við hálvum hjarta, sum hava gingið mótmælisgongur niðan í Mjørkadal og oman úr Mjørkadali, hildið talur og sungið ímóti radarunum á Sornfelli, limaskapi í Nato, atomdubbing o.s.fr. Minnist meg rætt, hevur tað líkasum verið tjóðveldissinnað fólk, sum hava verið á odda fyri hesum, meðan kanska onnur, sum ikki vóru so mótmælisgongusinnað, vóru við fyri at vísa, at tað nú ikki bara vóru tjóðveldismenn, sum vóru ímóti limaskapi í Nato o.s.fr. Tað skal tó sigast, at tað var greitt, at tað ikki var alt Føroya fólk, sum stóð aftanfyri hesar mótmælisgongur, tí tað vóru mótmólmæli, sum m.a. meintu, at tað rætta hevði verið, at Føroyar komu inn sum beinleiðis limur í Nato og ikki sum ein partur av danska ríkinum. Men sum sagt, støðan er tann, at eftir óbroyttum løgtingssamtyktum er tað framvegis løgtingsins vilji, at Føroyar skulu vera uttan fyri hernaðarsamgongur. Og tað er ikki tað, at málið er gloymt síðani 1070. Tað hevur í ymsum sambandi verið uppi so seint sum í 1995 og 1996. Tað at vit vóru innlimaðir í Nato ímóti løgtingsins vilja og ikki sluppu út so leingi við vóru í ríkisfelagsskapi við Danmark hevur av tjóðveldisflokki verið nýtt sum eitt av dømunum uppá at vit máttu hava loysing. Tað samsvarar eisini við hesa støðu, at landsstýrið rør uppundir, at Danmark skal rinda føroyingum endurgjald, fyri at hava nýtt føroyskt landøki til Natoútgerð og harvið vera sloppið bíligari sum Nato limaland. Nú vit hava fingið eina meirlutasamgongu, sum hevur samtykt at vit skulu út úr ríkisfelagsskapinum, kundi ein vænta, at eitt av málunum var eisini at fara úr Nato. Tað er tí ikki sørt ørkymlandi, at landsstýrissamgongan í sambandi við fullveldistilbúgvingina tykist at hava ta støðu, at Føroyar ikki kunnu standa uttanfyri nakra hernaðarsamgongu, men mugu velja og hava valt at vit skulu hava limaskap í Nato. Men ein viðgerð av hesum spurninginum í løgtinginum fyriliggur ikki, og løgtingið hevur tí ikki broytt tær samtyktirnar, sum gjørdar eru fyrst og fremst at vit skulu ikki vera við í nakrari hernaðarsamgongu. Tað kann væl vera og er helst so, at ikki er neyðugt, at Føroyar hava ein vápnaðan her fyri at verða Nato limur, men at Føroyar skulu verða Nato limur, uttan á nakran hátt at luttaka, soleiðis at t.d. hernaðarútgerð ikki má finnast á føroyskum øki, tað ljóðar nú rættiliga ótrúligt. Tað kundi verið áhugavert nú at fingið at vita, hvat er tað, sum ger støðuna ørðvísið í dag, ella hvør álvari lá aftanfyri tær løgtingssamtyktirnar, sum gjørdar vórðu. Tað verður torført at fáa svar uppá hetta síðsta, og av teimum, sum sótu í 7-manna nevndini, sum legði fram álit í 1970, er bert ein á lívi. Nær eru teir politisku flokkarnir farnir at broyta meining á hesum øki? Eg haldi ikki, at limaskapur í Nato hevur verið uppá tal sum mál hjá nøkrum politiskum flokki, uttan at fara úr Nato, fyrr enn henda samgongan er skipað. Men tað kann vera áhugavert at hyggja at, hvørjar grundgevingarnar vóru fyri at fara burturúr Nato, tá hetta málið varð reist í 1969. Grundgevingarnar eru m.a. tað ringa árin, sum manningin í Mjørkadali hevur á viðurskiftini, at manningin drekkur, gongur við føroyskum konufólki og fremur óflíggjaskap av ringasta slag og í heila tikið hevur ringa ávirkan á umgdómin, sum veksur upp í Føroyum og at Mjørkadalsmenn selja brennivín, sum teir flyta inn uttan at gjalda toll. Men høvuðsgrundgevingin má tó haldast at vera henda: "Út frá tí, sum frammanfyri er nevnt og teirri ómyndingaviðferð, sum Føroyum hevur verið fyri í øllum málum, sum hava við Nato at gera, er hugsan Tjóðveldisfloksins, at Føroyar hava nógvar og góðar grundir at biðja seg verða tiknar burturúr Nato samgonguni. Uttan at vit hava biðið um ella eru eftirspurd, eru vit drigin uppí hesa samgongu. Sjálvt í friðartíð er hon okkum ein meinur kleppur. Skuldi kríggj brostið á, verður støða okkara uppaftur verri, tí tá fær ein møguligur fíggindi grund til at leypa á einar herbúnar Føroyar, um hann ikki hevði gjørt tað, um landið ikki var herbúgvið." Hvat er ørðvísið og hví er tað nú óhugsandi, at Føroyar ikki skulu vera í nakrari hernaðarsamgongu. Og hvat er tað, Nato skal verja okkum ímóti? Ein góður fólkafloksmaður kallaði mótmælisgongu-fólkini niðan og oman úr Mjørkadali fyri "hentar idiotar". Vóru tey bara tað? At enda: løgmaður hevur biðið Helveg loyva sær at venda sær til Nato. Hevði tað ikki verið hóskandi at spurt Føroya løgting? Tórshavn, 13/9 2000 Kári Dalsgaard Petersen Nær reisist føroya fólk? Føringar skulu tiga og bara svara tá teir verða spurdir av dønum. Tað síðstu tíðina hava verið fleiri samanbrestir millum Føroya Landsstýri (F.L.) og donsku stjórnina, um ymisk mál. Eyðmýkingin hevur verið stór. Slíkir samanbrestir avdúka aftur og aftur, at vit púrt einki hava at siga í okkara egna landi. Vit skulu bara vera kúrr, og ikki so frægt sum spyrja nakran um nakað, tá ivamál stinga seg upp. Føringar skulu bara svara tá teir vera spurdir av dønum og ongum øðrum. Um onkur hevur hug at seta føringum onkran spurning, skal hann setast danska uttanríkismálaráðnum spurningin, sum so svarar okkara vegna. Ikki veit eg hvussu stórur partur av føroya fólki heldur, at hendan støðan er virðilig ella í lagi, men eg hugsi, at meiriluturin av føroya fólki ikki góðtekur at verða viðfarin á slíkan hátt, hóast bæði sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin eftir útsøgnum frá formonnum teirra halda hetta verða í fínasta lagi. Skutilsveinar Tá vit leita aftur í søgu okkara, vóru tað altíð einstakir føringar, sum lótu seg brúka av tí fremmanda embætismannaveldinum her á landi, og vóru við til at kúga sínar egnu landsmenn, fyri at fáa einhvønn fyrimun ella vinning afturfyri. Hesir vóru nevndir skutilsveinar. Tað nýtist okkum ikki at fara longur aftur enn til síðstu øld, har føringar gingu á odda at kúga t.d. mál okkara, flaggið o.s.fr. Hesar somu kreftir fegnast ídag, at mál okkara er viðurkent sum eitt minnilutamál í okkara egna landi. Annar av andstøðuleiðarunum, sum er limur í fólkatinginum, gjørdi einki fyri at ávirka partamenn sínar í donsku stjórnini. Hann valdi, sum ikki einaferð, at ganga donsku partamonnum sínum til handa - skutilsveinur. Saðla um Báðir andstøðuleiðararnir hava fleiri ferðir heit á samgonguna um at leggja frá sær. Nakað avgerðandi koma teir ongan-tíð við, uttan slíkt. Teir eru jú serkønir í sjálvir at geva skarvin yvir. Bara tað lotar eitt sindur úr landsuðri, eru teir til reiðar at kasta kongin, og vilja hava aðrar at gera tað sama. Tað minnir meg um donsku boðini, sum vóru rópt á skansanum á sinni: "Kast jer ned børn og stræk gever!" Báðir løgdu teir frá sær í ótíð í síðstu samgongu av berari ómegd. Jóannes Ejdesgaard hevur eisini fleiri ferðir biðið Landsstýrið saðla um. Tað dugur hann jú sjálvur so væl. Hann man hava heimsmet í meiningakúvendingum, síðani hann kom uppí politik. Samgongan hevur eitt samgonguskjal, og tað skal haldast. Tað er m.a. bygt á valúrslitið, har meirilutin av føroya fólki valdi samgonguflokkarnar, sum ynskja fullveldi. Føroya fólk gav flokkunum ein setning, og tað var fullveldi. Hesum leypir samgongan ikki frá, hóast javnaðarflokkurin hevur gjørt so. Jóannes lovaði eisini undan valinum sjálvstýri, men sum ikki einaferð, so saðlaði hann um. Hvussu leingi javnaðarveljararnir kunnu liva við slíkum støðuloysi kann bert gitast um. Fornermaður Orsøkin til at javnaðarflokkurin leyp frá vallyftunum um sjálvstýri, fingu vit at vita á pallborðsfundi í Útvarpshøllini her- fyri. Har viðgekk marionet-leiðari javnaðarfloksins, at hann ikki kundi taka undir við fullveldisætlanini hjá samgonguni, sum er skorin eftir íslendskum leisti, og er uppskot javnaðarfloksins, tí at hannsara flokkur ikki slapp uppí samgonguna. Eisini var hann fornermaður, tí hann var koyrdur frá sum formaður í uttanlandsnevndini. Tað er skelkandi at hoyra slíkar umberingar, í einum so tíðandi og álvarsamum máli. Persónligi sársaki hansara hevur meiri týdning enn føroya fólk. Atferð hansara minnir ikki sørt um ein smádrong, sum onkur hevur tikið sleikisneisina frá, og tí ikki vil spæla við meira. Enn lata javnaðarfólk sær hesa framfer lynda. Javnaðurin hevur lagt sambandið afturum Fyri at venda aftur til tað, sum fram er fari ta síðstu tíðina, millum F.L og donsku stjórnina, so undrar tað meg als ikki at sambandsmenn eru í parti við dønum. Teirra hjarta hevur altíð ligið í Danmørkini, sum teir altíð hava kallað móðirland sítt, og sum teir javnan rópa hurá fyri. Men at javnaðarflokkurin skuldi leggja sambandsflokkin afturum seg, á hesum øki, tað er undrunarvert. Jóannes Eidesgaard hevur erpað sær av, at hava kallað Nyrup bæði fyri kolonialist og imperialist og hvørt av sínum. Við donsku pressuna segði hann á sinni, eftir glantrileikin á fólkatingi, tá hann ikki vildi atkvøða fyri Birtu Weis: "Jeg lader mig ikke prostutuere". Hvat ger hann ídag? Tað var við eini ávísum bjartskygni, at eg las leiðaran í Sosialinum týsdagin 5.sept. Hugsaði sum so, at nú var vent í holuni. Nú høvdu teir endiliga fingið eyguni upp, og nú fór vend at koma í. Men tá eg blaðaði víðari í hesum sama blaði, gjørdist eg sera vónsvikin, tá eg las viðmerkingarnar hjá marionet-leiðara floksins. Her vóru so nógvir kolasvartir sambandstankar, blandaðir við heilum og hálvum sannleikum, illgitingum, rangsnúgvingum og beinleiðis lygnum, sum eg skal royna at afturvísa ella gerða viðmerkingar til. Niðurstøða mín er tí tann, at Jóannes er í parti við dønum. Jóannes heldur at støðan millum Føroyar og Danmark er spentari, tí Føroyar leggja Danmark undir ikki at vilja samráðast. Hann vil snara hesum til at Landsstýrið lýgur. Hann átti at vita betri, hvussu danskur samráðingartaktikkur er. Men hvørki javnaðar- ella sambandsumboðini vildu møta á fundi í uttanlandsnevndini, tá síðstu samráðingarnar vóru í Keypmannahavn við donsku stjórnina. Fyrst finnast teir at, sum vant, at teir eru so illa kunnaðir. Tá tað so stendur uttan-landsnevndini í boði at koma við til Keypmannahavnar og fylgja við samráðingunum, fyri at verða betri kunnaðir, sýta teir fyri at møta. Hetta er so ótrúligt, at nakar bara kann sleppa við at misrøkja arbeiði sítt í uttanlandsnevndini á slíkan hátt, uttan at tað fær avleiðingar. Um eg hevði sítt fyri at møta til arbeiðis, annaðhvørt eg varð biðin um at møta her á landi ella uttanlands, so hevði eg fingið eina uppsøgn í stundini. Brævið til ST V`iðari sigur Jóannes, at hátturin er skeivur at fáa upplýsingar, men sjálvur hevur hann, sum verða man, einki at seta ístaðin. Hann leggur Landsstýrið undir at skapa samanbrestir fyri egnan vinning. Sjálvandi, hann kennur alt til samanbrestir fyri egnan vinning við danska móðirflokkin, sum hann nú hálvsfevnist við. Brævið til ST var ikki at fáa ein triðja part uppí samráðingarnar, men ein fyrispurningur hvussu F.L. skuldu bera seg at, tá danska stjórnin var so ring at hava við at gera, og ikki fær hjálp frá Ejdesgaard, sum føroyingar skuldu kunnað vænta sær. Bæði Jóannes og Edmund vísa á, at vit kunnu ikki loyva okkum at seta spurningar til ST, NATO ella nakran annan, og vísa til heimastýrislógina, henda lóg, sum føroya fólk ongantíð er sloppið at taka støðu til. Hendan lóg er so snildisliga innrættað, at føringar kunnu sleppa at spæla, at teir hava alt at siga heima hjá sær sjálvum, men hava álíkavæl ikki loyvi til nakað sum helst. Henda vanæruliga støða okkara eru sambands- og javnaðarmenn so ómetaliga fegnir um. Brot á heimastýrislógina rópar andstøðugreipan upp um saman við donskum politikarum, bara tí F.L. hevur loyvt sær at biða um upplýsingar uttanlands. Samstundis samráðast grønlendingar sjálvir uttanlands um uttanríkismál, uttan at slík orð fella. Men grønlendingar "skikka" sær jú so væl, teir krevja jú ikki frælsi, eins og vit, so tá ger tað einki um teir bróta lógina eitt sindur. Harumframt fáa teir meiri pening, um teir "skikka" sær væl. Teir gomlu tjóðveldismennirnir Jóannes kemur við enn eini ósannheit, har hann sigur, at tjóðveldisflokkurin, sum fyrr var so nógv ímóti NATO, nú eru so heitir fyri at sleppa uppí NATO, og spyr um teir gomlu tjóðveldismennirnir ikki høvdu undrast og hvat teir høvdu sagt ídag. Rætt er tað, at Tjóðveldisflokkurin altíð hevur verið ímóti NATO-limaskapi, men at flokkurin nú er heitur fyri at sleppa uppí hendan felagsskap, er beinleiðis ósatt. Eg skal minna Jóannes á, at Føroyar vóru í síni tíð innlimaðar í NATO við góðkenning av einum javnaðarløgmanni, uttan at løgtingið ella føroya fólk var eftirspurt. Er hetta demokrati, sum Jóannes í heilum rópar upp um? Tað er møguligt, at teir gomlu tjóðveldismenninir høvdi undrast, men støðan ídag er ein heilt onnur, enn hvat hon var í 80-unum. Tíðirnar broytast. Warshavafelagsskapurin er ikki til longur, og Føroyar eru ikki longur tann skotskiva, sum javnaðarflokkurin, saman við dønum, gjørdu okkum til. Jóannes veit væl, at grannalond okkara fara ikki at góðtaka, at vit sum liggja mitt úti í Atlantshavinum, skulu verða uttanveltað tjóð tá vit taka fullveldi. Heldur hevði tað undrað teir gomlu, at Jóannes Ejdesgaard, sum einaferð var limur í Unga Tjóðveldinum, nú hevur latið seg umprogramera til ein politiskan Frankenstein, hvørs meiningar hvørki eru fuglur ella fiskur, men kola svarta sambandsafturhald, sum skiftur líka ofta sum ættin skiftir. Kunnu bara spyrja danir Edmund sigur, at tað er ikki neyðugt hjá føringum at spyrja ST ella NATO um nakað. Hesar upplýsingar kunnu vit fáa frá dønum. Jú, sjálvandi, upplýsingar frá dønum, sum hava hernaðarligar loynidómar duldar fyri okkum. Hetta kunnu vit lesa alt um í Svørtubók. Teir sum hava fylt okkum við lygn og snýtt okkum gjøgnum árini. Lyfti frá donsku stjórnini verða brotin eitt fyri og annað eftir. Tað var jú Edmund, sum ikki helt tað vera neyðugt við nakrari bankakanning á sinni. Hvussu blindur kann ein vera? Í hesu sambandi kann eg nevna, at danski uttanríkisráðharrin Niels Helveg Petersen greiðir føringum frá, at Føroyar ikki kunnu fáa limaskap í Partnership for Peace ella NATO, tí vit hava ongan herð. Hann mann halda føringar verða nakrar tápulingar, tí vit vita øll, at grannaland okkara Ísland er limur í NATO uttan tó at hava nakran herð. Enn ein lygisøga Føroyingar kunnu fáa allar upplýsingar frá dønum, sigur hann, samstundis sum okkara løgmaður ikki so frægt slapp at tosa við danska verjumálaráðharran. Hvar er logikkurin? Hetta halda Edmund og Jóannes tó vera í fínasta lagi. Gjørt føroya fólki fyri skommum Tann 8. sept. rópar Jóannes Ejdesgaard aftur upp um fólkaræði í Sosialinum. Hesin sami maður hevur valt at verða eitt jarnbrot í donskum hondum heldur enn føroyskum. Hann finnist at, ikki at vera kunnaður í uttanlandsnevndini, har hann kundi komi við góðum ráðum. Tað er nógv fyri at lesa slíkt. Hesin sami maður, sum boykottar fundir í somu nevnd, og sostatt misrøkir skyldur sínar í hesi nevnd, er enn ongantíð komin við einum einasta góðum ráði til samgonguna, uttan at saðla um! Heldur hevur hann roynt at gera F.L. og harvið føroya fólk til láturs. Greiðir frá, hvussu aðrar tjóðir halda sær um búkin av látri, sum teir flenna at okkum. Hetta er sami Jóannes Ejdesgaard, sum fór til Danmarkar við Edmundi at biða um at fáa danir at yvirtaka bankaskuldina, men ístaðin komu teir heim aftur við 100 milliónum kr. fleiri í láni. Hvør flenti tá? Neyvan nakar føroyingur, sum skuldi gjalda, men tit báðir gjørdi tykkum sjálvum og øllum føroya fólki so dyggiliga fyri skommum. Hví løgdu tit ikki frá tykkum tá? Hetta vóru og eru amatørar og tað við lít! Ein dáni í, at Jóannes spyr um andstøðan er avskrivað. Tað avger hon sjálv. Sum er, hevur hon sjálv sett seg uttanfyri alla ávirkan. Eitt er heilt víst, at dreymurin hjá Jóannesi at gerast løgmaður er ógvuliga fjarður. Eg kann ikki hugsa mær, at nakar av samgonguflokkunum nakrantíð fer í samgongu við javnaðarflokkin, so leingi hann hevur tað leiðslu, sum ræður fyri borgum í løtuni, og tíggjar sær sum hann ger í løtuni, í hvussu so er, loyvi eg mær at tala fyri tjóðveldisflokkin. Avdúkar seg sjálvan Aftur leygardagin kemur J.E. við eini grein, har hann sigur at Høgni Hoydal er avdúkaður. Tá eg lesi greinina gerist eg alt meira og meira sannførdur um, at tað er heldur J.E. sum avdúkar seg. Nú er tað sum at ranga hansara vendir út. Alt er nakið. Øðin er stór. Her er ein øðilig niðurgerðingin og háðan av F.L. og føroya fólki. Niðurstøð mín er tí, at maðurin hevur valt, og valið er fallið á Danmark og arbeiðir hann sostaðð ímóti sínum egnu landsmonnum. Tað dreymakenda Jóannes kallar ferð eftir ferð fullveldisætlanina við háðandi og speirekandi orðum fyri at vera dreymakenda. At hava ein dreym er einki skeivt, um dreymurin er skilagóður. Í USA var einaferð ein borgararættindastríðsmaður sum plægdi at siga: "I have a dream!" Hesin maður mátti lata lív sítt, fyri at hann loyvdi sær at hava ein skilagóðan dreym. Allir føringar, sum tráa eftir fullveldi, hava ein slíkan dreym og eru sostatt føroysk borgararættindastríðsfólk. Vit stríðast fyri frælsi fyri land og fólk okkara, hóast mótstøðu frá sambands- og javnamonnum. Hetta eru dreymar við innihaldi, heldur enn at ganga við einum dreymi um at gerast løgmaður ein dreymur, sum ongantíð fer at ganga út. Heimsins vánaligasta andstøða Hetta má vera heimsins vánaligasta andstøða vit nakrantíð hava upplivað. Tú hoyrir einans atfinningar, og eingi uppskot hvat skal setast ístaðin. Politikkur teirra er á einum so lágum og ósakligum støði. Politikkur teirra, sum teir føra ímóti F.L. og føroya fólki ber brá av politiskum yvirgangi. Hvussu leingi fer føroya fólk at tola alt hetta. Nær ætla føroya fólk at rakna við? Hví lata alt hetta um seg ganga? Nær vaknar føroya fólk? Er hetta ein virðilig støða, sum vit eru í? Nær fer føringurin at reisa seg? Kai Vágfjall Mugu hugsa um annað enn ull Skal lív verða útoyggjunum lagað, er neyðugt at hugsa øðrvísi, enn vit vanliga gera. Vit eiga ikki bara at hugsa um ull og vinnufyritøkur, men um lívsvirði sum heild Edvard Joensen Klaksvík: Fólk á útoyggj hava somu ynski og sama lívstørv, sum øll onnur fólk í landinum. Tey vilja eisini hava frítíðarmøguleikar og eitt heilsuverk, sum er at líta á. Fyri ikki at tala um samferðslumøguleikar, sum nógvastaðni eru út av lagi vánaligir, sum er. Tað er greið tala, Útoyggjanevndin hevur hoyrt, tá hon hevur vitjað á smáplássunum, sigur Olga Biskopstø, samskipari hjá Útoyggjanevndini. Vit sita á skrivstovu hennara í Klaksvík og tosa um virksemið hjá nevndini. Nevndin hevur nýliga verið í Kallsoynni og tosað við bygdarráðini har, og tað er heilt greitt, hvat fólk á útoyggjunum ynskja. Tey vilja hava somu møguleikar, sum fólk í miðstaðarøkinum. Fólk vilja hava, at pengar verða brúktir upp á at gera tað liviligt, - og tá meina tey liviligt - á smáplássunum. Cost-benefit hugburðurin má sleppast, og menniskja setast í staðin. Vit noyðast at ásanna, at tað pengar skulu til, um vit vilja hava fólk at búgva á útoyggjunum. Tey eiga í mest møguleigan at hava teir somu møguleikarnar, sum fólk í miðstaðarøkinum hava. Fótbóltsvallir, ítróttarhallir, svimjihyljar, kvøldskúlar, læknar og alt hitt. Jú, pengar skulu til. Men tað føroyska samfelagið varðveitir sítt fjølbroytni og virði, sum er neyðugt fyri at hava eitt vælvirkandi samfelag sum heild, sigur Olga Biskopstø. Um politiskur vilji ikki er at gera tað neyðuga, verða útoyggjarnar avtoftaðar, og so hava vit bara nakrar spøkilsisoyggjar liggjandi eftir. So er at siga tað við reinum orðum, so fólk vita tað og ikki ganga við følskum vónum til tóm lyfti. Hetta við, at tað skal gerast so ella so fyri at fáa sum best burtur úr ullini, er í lagi sum so. Og sjálvandi vilja fólk á útoyggj eisini finna eina loysn, sum ger, at tað slepst virðiliga av við ullina, sum tey nú einaferð hava. Men tey hava eisini ásannað, at ull er ikki nakað, útoyggjarnar kunnu liva av. Tað er eisini útoyggjafólkifólki greitt, at tað er trupult at seta stór virki á stovn á útoyggjunum. Hinvegin eigur at bera til at fáa í lag samstarv við virki, har til dømis partframleiðsla kann vera á smáplássunum, soleiðis at lutir til ymiskt, sum framleitt verður á øðrum støðum, kunnu gerast á smáum virkjum. Skipanir við undirleverandørum eru ikki heilt ókendar aðrastaðni. Og ein sonevnd >>nichuproduktión<< kundi væl borið til á eini útoyggj. Men tann heilt stóri, afturvendandi trupulleikin hjá fólki, sum býr á útoyggj, er tað vánaliga ferðasambandið. Allastaðni verður vent aftur til, at tað er ov lítið bara at sleppa ein túr av oynni um morgunin, og so ein heimaftur um kvøldið. Samskipanin við aðrar rutur er mangan tung og torfør, og illa gongur hjá fólki aðrastaðni frá at sleppa út til útjaðaran og heim aftur sama dag, um til dømis eitthvørt arbeiði er at gera. Tað kann vera onkur umvæling á einum ljósmotori úti í Fugloy, sum krevur ein servicemann úr Havn. Hóast arbeiðið kanska kann gerast upp á eina lítla løtu, kann verða neyðugt at seta tveir dagar av til tað, tí ferðasambandið ikki er soleiðis, at tað slepst aftur sama dag. Eitt annað dømi, Olga Biskopstø, samskipari hjá Útoyggjanevndini nevnir, eru næmingar úr Kallsoynni, sum ganga í framhaldsskúla í Klaksvík. Hóast teinurin millum Klaksvík og Syðradal er stuttur - 20 minuttir eru at sigla - mugu tey fara heiman klokkan seks á morgni og eru ikki heima aftur fyrr enn klokkan seks á kvøldi, hóast skúlin er liðugur um miðjan seinnapartin. Sluppu tey heim beinanveg, tey fingu frí úr skúlanum, var einki fyri at búgva í Kallsoynni Hinvegin er vandi fyri, at foreldrini ikki vilja hava, at børnini ganga >>fyri vág og vind<<. Hvat verður so gjørt? spyr Olga Biskopstø og svarar sjálv beinanveg. Jú, foreldrini flyta til støru plássini fyri at vera har, børnini eru. So er oyggin beinanveg avtoftað. Og tað er ikki órealistiskt at hugsa og siga so, sigur hon, tí tað eru veruliga nógv dømi um, at soleiðis hevur tað gingið. Taka vit eitt nú Kallsoynna sum dømi, síggja vit í dag, at tað hevði borið væl til at havt eina livandi oyggj, um samferðslan var góð. Kallsoyggin liggur jú mitt í landinum, og allir møguleikar fyri eini góðari framtíð eru sum so til staðar. Væl av ungum fólki er, og tey hava hampiligar møguleikar til frítíðarítriv í Mikladali til dømis. Men har, sum so manga staðni, ynskja fólk eisini, at eitt nú heilsuverkið var betri. Fólk ynskja sær til dømis ein økislækna, sum kann taka sær av smáplássunum burturav. Men eru ferðamøguleikarnir ikki til staðar, er einki at gera kortini. Fyrsta treyt fyri lívi á smáplássunum er, at tað ber til at koma til og frá. Og ynskja politikararnir ikki at brúka pengar upp á smáplássini, skulu teir bara siga tað, so er støðan greið. Hampiligt summar á Hotel Norð Summarið royndist hampiligt á Hotel Norð á Viðareiði, hóast gistingarnar væl kundu verið fleiri Edvard Joensen Viðareiði: Hampiliga væl av fólki hevur vitjað Hotel Norð í summar. Tó mest fólk, sum komin eru framvið og hava stokkið inn á gólvið at fáa sær ein bita. Gistingarnar kundu væl verið fleiri. Tað skal nógv arbeiði til at fáa eitt hotel í útjaðaranum í Føroyum at bera til, sigur Elisabeth Nybo, sum í summar hevur leigað og rikið Hotel Norð á Viðareiði. Um ein ikki hevur hjartað við og arbeiðir einar 18 tímar um samdøgurði, ber tað ikki til, eru hennara royndir frá fyrsta summarinum, hon hevur rikið hotel. Hinvegin ásannar hon, at marknaðarføringin hevur heldur ikki verið so góð, sum ynskiligt átti at verið. Hon kom seint upp í hetta, sigur hon, og flestu lýsingarbóklingar og tílíkt vóru longu farin á marknaðin. Men tað ætlar hon at bøta um til komandi ár, um hon heldur fram, væl at merkja. Og ikki hevur hon heilt mist hugin kortini, sigur hon, uttan tó at siga heilt greitt, at hon fer undir at reka hotellið eitt ár aftrat. Tað, hotellið hevur livað av í summar, eru einstaklingar og bólkar, sum eru komin at fáa sær ein bita ella skipa fyri ymsum tiltøkum. Sjálv byrjaði hon summarið við eini mótasýning í vár, har høvið eisini var at fáa ein bita, umframt at dansað varð út á náttina. Slíkum tiltøkum hevur hon hug at skipa fyri eisini í heyst og vetur, sigur hon. Eitt nú fer hon at skipa fyri jólaborðhaldum, tá tann tíð kemur. Elisabeth Nybo sigur, at jólaborðhaldini á Hotel Norð fara at verða rímiliga tíðliga í ár. Um mánaðarskiftið november-december. Trý verða tey í alt, sigur hon. Eisini eru onnur tiltøk, sum hildin verða á hotellinum. Brúdleyp sjálvandi og kanska onkur føðingardagur. Sum konkret dømi nevnir hon, at Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur bílagt hotellið til eitthvørt tiltak fyri leikarum, tá landskappingarnar eru endaðar. Og soleiðis eru møguleikarnir fleiri. Eisini ber til bara at biða um mat av hotellinum. Elisabeth Nybo er útbúgvin kokkur, so tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki at fingið ein búff soleiðis av og á. Tað er bara at siga frá, nær og hvussu nógv koma, so kann tað gerast, sigur hon. Skeiðvirksemi er eisini eitt, hon ætlar at satsa upp á, nú hotellið ikki er opið dagliga í vetur. Sengurnar standa kortini har, og hølini eru til taks. Bæði til størri skeið og til eini tvey smærri. Gistingarmøguleikar eru fyri 30 fólkum. Og skuldi staðið á, verða summarhús leigað á Viðareiði, soleiðis at øll sleppa undir tak, sigur Elisabeth Nybo. Hóast hotellið er stongt, er tað ikki meira lukkað enn so, at opið er eftir avtalu. Er onkur, sum fegin vil gista eitt vikuskifti, ella bara eina nátt, á Hotel Norð, er bara at ringja til hotellið. Umstilling er til fartelefonina hjá vertinum, um eingin er á sjálvum hotellinum ta løtuna, ringt verður. Umframt er kiosk á hotellinum, har tað um vikuskiftini ber til at keypa grillmat. Tað vil siga fríggjakvøld og leygarkvøld. Grillmaturin, sum biðið verður um í kioskini, verður so gjørdur í køkinum á hotellinum. Gistingarnar hava, sum sagt, verið ov fáar á Hotel Norð í summar. Elisabeth Nybo sigur, at tey flestu, sum gist hava, hava verið norðmenn. At so er, grundar hon á, at hon luttók í eini norskari sjónvarpssending, sum eisini varð víst í SvF fyrr í ár, har hon borðreiddi við lunda. Tað er eingin ivi um, heldur hon, at tann reklaman, hendan sjónvarpssendingin hevur gjørt í Noreg, hevur fingið norðmenninar at biða um at sleppa á Hotel Norð, tá tey eru komin til Føroya í summar. >>Og tey vildu øll smakka lunda<<, leggur Elisabeth Nybo, leiðari á Hotel Norð á viðareiði, aftrat. Játtanirnar til kirkjurnar viðgjørdar Nýggja próstadømisráðið er liðugt at viðgera fíggjarætlanirnar hjá teimum 60 kirkjunum í Føroyum. Í nøkrum førum var neyðugt at skerja Tað eru ikki longur einstaku kirkjuráðini, sum við lokala kirkjuskattinum gera av sínar egnu fíggjarkarmar. Nýggja kirkjulógin, sum kom í gildi 1. januar í ár, ásetir sama kirkjuskatt fyri alt landið. Síðani skulu einstaku kirkjuráðini gera eina fíggjarætlan, sum tey senda dómpróstaráðnum at góðkenna. Próstadømisráðið metir síðani út frá samlaðu puljuni av kirkjuskatti, sum kann vera í mesta lagi 0,3 prosent av samlaða landsskattinum, um kirkjurnar kunnu fáa tann pening, fíggjarætlanirnar hjá kirkjuráðunum krevja. Skert størru kirkjurnar Samlaða grundarlagið til fíggjarætlanirnar hjá kirkjunum er 13 milliónir krónur. Hetta skal býtast millum 60 kirkjur. Tí er neyðugt at skerja fíggjarætlanirnar hjá nøkrum av kirkjunum. Tilsamans hevur próstadømisráðið skert nakrar 100 túsund krónur av øllum fíggjarætlanunum tilsamans, og eru tað serliga tær størru kirkjurnar, ið eru skerdar. Men sambært dómpróstaráðnum fáa skerdu kirkjurnar kortini ikki trupulleikar av hesum. Ráðið hevur í ongum føri skert raksturin hjá nakrari kirkju, men í staðin íløgur, sum tola at bíða til næsta ár ella seinni, siga tey í dømpróstaráðnum. Kalla inn til samráð Próstadømisráðið kallar í hesum døgum tey kirkjuráð, ið hava fingið sínar fíggjarætlanir skerdar, inn til samráð. Á hesum fundum greiðir próstadømisráðið frá orsøkunum til skerjingarnar og útlitunum fyri, nær skerdu íløgurnar kunnu koma aftur á fíggjarætlanina. Av teimum 60 kirkjunum í Føroyum eru tríggjar, ið als ikki hava tørv á at fáa burturav samlaðu puljuni av kirkjuskatti. Her er talan um tríggjar av teimum smáu føroysku bygdakirkjunum. Í próstadømisráðnum sita Bjarni Bæk, dómpróstur, Hákun Dam úr Klaksvík, Gunvør Dam Jensen úr Kollafirði, Edvin Joensen úr Leirvík og Eyðbjørg Mortensen av Tvøroyri. Hetta eru limir, sum eru valdir av øllum kirkjuráðunum í landinum. Bjarni Bæk, dómpróstur, er formaður í próstadømisráðnum. Dómprósturin er sjálvsagdur limur í ráðnum, men hann er ikki sjálvskirvaður formaður. Aðalskrivarin góðkent uppritið Loyniliga uppritið, sum bretskur serfrøðingur skrivaði um verjupolitikkin hjá fullveldinum Føroyar, er góðkent og viðmælt av aðalskrivaranum í NATO parlamentinum John Johannessen Eyðun Klakstein NATO hevur bæði góðkent og viðmælt uppritið frá bretska professaranum, Michael Clarke, sum staðfestir, at Føroyar ikki tørva at hava her fyri at gerast limir í Partnership for Peace, sum er ein felagsskapur undir NATO. Tað er sjálvur aðalskrivarin í NATO parlamentinum, ið hevur viðmælt uppritið. Hetta staðfestir umsitingin í Tinganesi eftir at Sosialurin hevur biðið um at fáa nærri innlit í arbeiðið kring uppritið frá Michael Clarke, professara. Viðmælið styrkir um frágreiðingina frá Michael Clarke og staðfestir, at upplýsingarnar frá danska uttanríkisráðharranum til landsstýrið um, at Føroyar mugu hava vápnaða megi fyri at gerast limir, eru skeivar. Báðir teir føroysku fólkatingslimirnir, Óli Breckmann og Jóannes Eidesgaard, hava sett Niels Helveg Pedersen, uttanríkisráðharra, skrivligan fyrispurning um málið. Tað hevur ljóðað, at landsstýrið hevur fingið tríggjar frágreiðingar frá trimum ymiskum serfrøðingum um verjuna av fullveldinum Føroyar, men hetta avvísir uttanlandsdeildin hjá Løgmansskrivstovuni. Tingfundur týsdagin Týsdagin 19. september kl. 13.30 verður tingfundur aftur Á skránni fyri komandi tingfund skulu tríggir fyrispurningar svarast. Mamy Dahl Sørensen, løgtingslimur, hevur spurt um samferðsluviðurskiftini í Kalsoynni. Lisbeth L. Petersen, løgtingslimur, hevur spurt um setan av nevnd at leggja til rættis tiltøk fyri at økja lut kvinnunnar í politisku støðutakanini, og Flemming Mikkelsen, løgtingslimur, hevur spurt um vegagerðina Øravík - Hov og nýggja samferðsluhavn á Tvøroyri. Íslendsk trygdarskipan fyri smærri útróðrarbátar Soleiðis sum føroyski skipaflotin er samansettur, hevði fyrimunur verið av at brúkt íslendsku skipanina fyri fiskiskip, ið er sera væl útbygd og nútímans, ikki minst tá ræður um smærri skip, verður mælt til í álitinum um yvirtøku av Skipaeftirlitinum Ólavur í Beiti Í tilmælinum frá nevndini, sum hevur latið fiskimálaráðharranum álit við tí endamáli at fremja samtyktirnar um yvirtøku av skipaeftirlitinum sum sermál og seta neyðuga lóggávu í verk í hesum sambandi, mælir nevndin til, at samráðingar verða tiknar upp við donsku stjórnina um yvirtøkuna og møguligar treytir, soleiðis sum roknað varð við í 1988 og 1998. Undir hesum samráðingum kann landsstýrið vísa til frágreiðingina og lógaruppskotið sum prógv um ætlanir landsstýrisins fyri føroyskari lóggávu og umsiting av økinum eftir yvirtøkuna. Greiða eigur at verða fingin á, um landsstýrið ynskir at yvirtaka málsøkini vitaverk, veðurtænastu og farvatnsuppmerking, ella um stjórnin krevur at tey verða yvirtikin saman við skipaeftirlitinum. Spurningurin um føroyska umboðan í IMO eigur at verða loystur í sambandi við yvirtøkuna, tilmælir nevndin. Sjóvinnufyrisitingin Og víðari verður tilmælt, at eftir loknar samráðingar verður lógaruppskotið end-urskoðað um neyðugt og lagt fyri løgtingið, eftir at tað hevur verið sent til hoyringar hjá viðkomandi myndugleikum, felagsskapum og vinnuumboðum. Málsøkið verður umsitið av Sjóvinnufyrisitingini, ið verður skipað sum sjálvstøðug fyrisiting undir landsstýrismanninum í sjóvinnumálum. Avtalur verða gjørdar við donsku og íslendsku fyrisitingarnar um skipan og viðlíkahald av regluverkinum. Egineftirlitsskipan Hví vit skulu gera avtalur við donsku og íslendsku fyrisitingarnar grundgevur nevndin fyri, og sigur, at við tað at farma- og ferðamannaskip eru nógv tann týdningarmesti parturin av danska skipaflotanum og fiskiskip bert ein heilt lítil partur, er danska eftirlitsskipanin fyri fiskiskip minni útbygd enn fyri hini skipasløgini. Í Íslandi er støðan júst tann øvugta, svarandi til størra týdningin av fiskiskipum. Soleiðis sum føroyski skipaflotin er samansettur, hevði fyrimunur verið av at brúkt íslendsku skipanina fyri fiskiskip, ið er sera væl útbygd og nútímans, ikki minst tá ræður um smærri skip. Hinvegin er danska regluverkið fyri onnur skipasløg betri útbygt enn tað íslendska og sostatt betri hóskandi sum grundarlag undir einum føroyskum regluverki fyri onnur skip enn fiskiskip. Íslendska trygdarskip-anin fyri smærri útróðrabátar er serliga áhugaverd, tá hugsað verður um, at lítið og einki eftirlit er við hesum bátum í dag. Varð hendan skipanin sett í verk í Føroyum við møguligum tillagingum, hevði borið til at gjørt tað líðandi. Byrjað kundi verið við einari egineftirlitsskipan, har eigarin sendir inn oyðublað til Sjóvinnufyrisitingina við upplýsingum um trygdarstøðuna. Eftirlitið kundi verið skipað í samstarvi við Fiskiveiðieftirlitið, tá stovnurin sum nú er hevur eftirlit við opnum bátum sambært lógini um bjargingarútgerð á opnum bátum, sigur nevndin í álitinum. Helena hótti við at leggja frá sær Helena Dam á Neystabø setti fram ultimatum yvir fyri samgonguni í dag, tá hon kravdi at fáa játtanina til almanna- og heilsumál hækkaða við 65 milliónum krónum. Útvarpið visti í kvøld at siga, at fekk hon ikki tað, so legði hon frá sær - og hon hevði flokk sín, Sjálvstýrisflokkin aftan fyri seg í hesum mál. Í fyribils uppskotinum til fíggjarlógina var játtanin til almanna- og heilsumál hækkað umleið 50 mió. kr. sammett við fíggjarlógina í ár, men á seinasta landsstýrisfundinum um fíggjarlógina fyrradagin, kravdi Sjálvsstýrisflokkurin, at 15 mió. krónur skuldu leggjast omaná, so at samlaða hækkingin gjørdist 65 mió. kr. Kravið hjá Helenu Dam á Neystabø varð tá eftirlíkað. Býráðið á fund í Aberdeen Ein nevnd frá Tórshavnar Býráð legði í gjár leiðina til Aberdeen á fyrsta fundin millum býirnar Býráðini í Tórshavn og Aberdeen hava undirskrivað eina samstarvsavtalu. Nú verður fyrsti fundurin millum býirnar. Nevndin fór úr Føroyum sunnudagin og kemur heimaftur mikudagin 4. oktober. Avtalan hevur millum annað til endamáls at menna vinnusamstarvið millum býirnar. Eisini kann Tórshavnar Býráð fáa góð ráð í sambandi við eina komandi oljuvinnu. 23. august í ár gjørdi Tórshavnar Býráð eisini samstarvsavtalu við Stavanger í Noregi. Taska og frakki stjolin Leygarkvøldið varnaðist ein ung kvinna, at onkur hevði verið í so langfingraður móti henni. Hon var saman við nógvum øðrum til veitslu í ítróttarhøllini á Hálsi, tá hon brádliga varnaðist, at onkur var farin avstað við frakkanum og taskuni. Um tað er av tilvild ella tað er við fríum vilja, skal vera ósagt, men í fyrsta umfari hevur kvinnan boðað løgregluni frá í teirri vón, at fáa frakka og tasku aftur. Springaraboð við flesjarnar Tað er eftir øllum at døma nógv grind við Føroyar fyri tíðina. Fríggjadagin fekk løgreglan boð um, at ein stórur flokkur av springarum var sæddur við flesjarnar. Tað eydnaðist kortini ikki at fáa fatur á springarunum, tí teir hildu við tann spentar ál ella við sjógv á baki eystur í hav, greiðir vakthavandi á støðini í Havn frá. Eldur í við barnagarð Vildi illa til, so kundi eldur verið komin í Barnagarðin við Velbastaðvegin sunnunáttina. Eldur var í einum ruskílæti, men tíbetur fekk eldurin ikki fatur í klædningin Tað var um tvey tíðina sunnumorgunin, at alarmsentralurin fekk boð um, at eldur var í einum ruskílæti við Velbastaðvegin í Havn. Ruskílæti stendur við Barnagarðin við Velbastaðvegin, og vildi illa til, so festi eldurín í bygningin eisini. So illa var nú kortini ikki statt. Tað eydnaðist at sløkkja eldin áðrenn, og tað var gott, tí sambært vakthavandi á støðini í Havn, so kundi stórskaði staðist av. Sum skilst so er eldurin í ruskílætinum helst ásettur. Vakthavandi sigur, at tey hava frætt um 12 til 14 ára gomul ungfólk, sum hava verið í økinum beint frammanundan, men at tað kortini ikki hevur eydnast løgregluni at finna tey. Tí ber ikki til at siga, um tað eru tey ella ikki. Hinvegin kann talan eisini vera um, at onkur av ósketni hevur tveitt onkra glóð niður í ruskílæti, og so eru tað ikki tey ungu, sum hava ábyrgdina, sigur vakthavandi. Bilurin í smasta smildri Tað var eitt Guds undur, at bilførarin ikki lá eftir á, tá hann knústi sær bilin á Saltnesi sunnunáttina, sigur løgreglan í Runavík Fólk á Saltnesi vaknaðu við kaldan dreym um fýratíðina sunnumorgunin. Uttanfyri hoyrdist gresj av mettali, sum fór singlandi eftir vegnum, eftir at hava tikið knappar fjøruti metrar av stakitti við sær á vegnum. Talan er um ein bil, sum var á veg úteftir. Stutt eftir svingið úr Runavík hevur bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, eftir øllum at døma mist tamarhaldi á bilinum. Eftir bremsisporunum á vegnum at døma, hevur hann roynt at bremsa, men tað hevur einki hjálpt. Bilurin er síðani farin inn í ein garð, sum hann hevur jarðlagt, so gott sum allan. Hann hevur kvett einar 19 pelar av og skrætt alt stakitti niður, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Runavík. Sum skilst á løgregluni, so er tað eitt harrans undur, at maðurin, sum var einsamallur í bilinum er á lívi. Bilurin er so illa farin, at løgreglumenninir, ikki sóðu, hvat slag av bili talan var um. Nei, hann var ótrúliga ljótur at síggja til. Og tað er ófatuligt, at førarin, sum er ein 30 ára gamal maður, er komin frá óhappinum við lívinum, sigur vakthavndi. Bilurin var snøgt sagt í smasta smildi, leggur hann afturat. Sum skilst, so er førarin helst slongdur úr bilinum, sum er rullaður runt fleiri ferðir áðrenn hann er steðgaður. Tá fólk kom á staðið, lá maðurin frammanfyri bilin, og hann var illa at holdum komin. Boð vórðu send eftir sjúkrabili alt fyri eitt, og tí kom maðurin skjótt undir læknahond. Ov nógv ferð og rúsdrekka hava eftir øllum at døma verið orsøkin til ferðsluóhappi. Vakthavandi á støðini í Runavík sigur, at sporini í vegnum og garðurin, sum hann sá út aftaná geva ábendingar um, at bilurin hevur koyrt heilt óvanliga skjótt. Vit hava eisini mistanka um, at bilførarin hevur verið ávirkaður av rúsdrekka. Tí er blóðroynd tikin av honum, sigur vakthavandi í Runavík, sum eins og eigararnir av húsunum, bilurin fór skreiðandi framvið, var skelkaður av hendingini. Tað er nú ikki so løgið heldur, tí umframt at hava skrætt stakitti niður, er ein partur av tí slongdur inn gjøgnum gongsvindeyga. So tað er ikki so løgið, um tey hava fingið sær ein skelk. Veðrið Lágtrýstið yvir Atlantshavinum fer móti Bretsku Oyggjunum og dýpist. Lágtrýstið við Skotland fer í útnyrðing, men ein hátrýstryggur sunnan fyri Grønlandsfjørðin verður væntandi yvir Føroyum hósdagin. Veðrið í dag: Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri og okkurt ælið, men eisini sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið mikudagin: Hann veksur vindin upp í hvassan vind av landsynningi og regn. Seinnapartin støkkur hann vesturum og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið hósdagin: Gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi og sólglottar. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri og eitt skifti turt og sólglottar, men seinni regn. Hitin millum 8 og 12 stig. Í gjár: Lágtrýstið yvir Atlantshavinum fer móti Bretsku Oyggjunum og dýpist. Í dag: Lágtrýstið við Skotland fer í útnyrðing, men ein hátrýstryggur sunnan fyri Grønlandsfjørðin verður væntandi yvir Føroyum hósdagin. Norrøna klár aftur leygardagin Í hesi vikuni verður Norrøna aftur klár at seta í millumlandasigling. Hendan seinasta mánaðin hevur hon verið á skipasmiðju í Fredericia, har ymiskt er gjørt við hana, eitt nú skuldi broytingar gerast umborð fyri at lúka altjóða skipasýniskrøvini. Størsta broytingin umborð er, at biladekkið er býtt sundur í tríggjar deildir við vatntættum skottum, so at um sjógvur skuldi komið inn á biladekkið, sleppur hann bara um ein part av skipinum, og ikki um alt skipið. Somuleiðis eru bulbar gjørdir upp á reyvuna á henni, tað er eisini gjørt fyri at kunna halda krøvini um flótievni. Áki Jespersen á Smyril Line sigur, at hetta arbeiðið er nú komið so langt, at Norrøna verður klár at seta í millumlandasigling aftur nú leygardagin . Fyrsta fráferðin verður úr Hanstholm leygardagin, til Føroya og so fer hon avstað aftur mánadagin. Millumlandasiglingin hevur verið so mikið væl eydnað, at tað hevur verið neyðugt at sigla fleiri ferðir, tí tað er ov lítið bara at sigla eina ferð. Í vetur er siglingin skipað soleiðis, at líka vikur siglur hon tvær ferðir og ólíka vikur siglur hon eina ferð ímillum Hanstholm og Havnina. Umframt at farmurin er nógvur, er tað eisini alsamt fleiri ferðafólk at flyta. Fyrsta túrin eru eini 80 ferðafólk við og annan túrin aftur skulu 100 ferðafólk við. LV skal avgera um arbeiði skulu bjóðast út Landsverkfrøðingurin skal meta um, um arbeiði at gera vegir og tunnlar skulu bjóðast út til privatar at kappast um, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum Tjóðveldisflokkurin vil ikki hoyra talan um, at tað skal vera ein meginregla, at arbeiði at gera vegir og tunnlar í Føroyum skal bjóðast út í fríari kapping millum privatar arbeiðstakarar. Landsverkfrøðingurin hevur stóra vitan og nógvar royndir, og tí skal tað verða hann, sum í hvørjum einstøkum førði skal meta um, um arbeiði, sum vanliga eru almenn, skulu bjóðast til privatar at kappast um, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum. Í leygardagsblaðnum avdúkaði Bjarni Djurholm, sum er landsstýrismaður í samferðslumálum, at framyvir skal tað verða meginreglan, at øll nýgerð av vegum í Føroyum skal bjóðast í fríari kapping millum privatar arbeiðstakarar. Harafturat skulu færri verkætlanir verða á skránni í senn, so arbeiðini verða gjørd skjótari og meira effektivt. Vit skulu í framtíðini ikki spreiða pengarnar út til eina rúgvu av verkætlanum kring alt landið, so tað ganga ár, áðrenn arbeiðini gerast liðug. Vit skulu hava færri verkætlanir, sum ganga skjótari fyri seg, tí á tann hátt fáa vit sum mest burtur úr pengunum, segði Bjarni Djuholm millum annað við Sosialin leygardagin. Eingin ideologisk krossferð Høgni Hoydal vil ikki gera ítøkiligar viðmerkingar til ætlaða politikkin hjá Bjarna Djurholm, fyrr enn hann hevur kannað nærri, hvat ætlanin gongur út uppá, men hann tvíheldur um, at Landsverkfrøðingurin í framtíðini eisini skal hava ein avgerandi leiklut í samfelagnum. Landsverkfrøðingurin hevur havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið, og hann skal eisini framyvir hava ein týðandi leiklut í útbyggingini av vegakervinum. Hann skal standa fyri øllum arbeiðum, tí hann hevur neyðugu vitanina og royndirnar, sigur Høgni Hoydal. Tað skal ikki verða ein ideologisk krossferð, at nú skulu privatir arbeiðstakarar gera allar vegir og tunnlar í Føroyum. Slíka meginreglu vilja vit ikki hava, men vit ynskja, at Landsverkfrøðingurin í hvørjum einstøkum førði skal gera ein meting av, um arbeiði skulu bjóðast út. Høgni Hoydal sigur, at Landsverkfrøðingurin hevur virksemi ymsastaðni í landinum, og at tað eisini liggur eitt sosialt aspekt í hesum. Tað ætlar Tjóðveldisflokkurin ikki at venda sær frá. Gongdin er hættislig Edmund Joensen kallar stóra vøksturin í almennu rakstrarútreiðslunum fyri ørskap, og heldur búskapargongdina verða hættisliga Tær almennu rakstrarútreiðslurnar vaksa við himmalrópandi ferð, og tað er fullkomiliga burturvið, heldur formaðurin í Sambandsflokkinum. Tað er ørskapur at lata almennu rakstrarútreiðslurnar vaksa so nógv, tá privata vinnulívið og handilslívið hevur tað gott, sigur Edmund Joensen. Hann vísir á, at vøksturin í rakstrarútreiðlunum er einar 400 milliónir í ár, og tá tað eisini verið tikið við í myndina, at landskassin er sloppin undan rentuútreiðslum í sambandi við bankamálið, er talan um ein vøkstur upp á næstan 600 milliónir. Hetta má verða størsti vøksturin í Føroya søgu og boðar frá eini hættisligari búskapargongd. Her eru ongar sparingar í rakstrinum, men til dømis bara ein støðug hækking av útreiðslunum til umsitingina, sigur Edmund Joensen Eingin uppsparing Hóast seinastu fíggjarlógirnar hava givið fitt yvirskot, saknar Edmund Joensen at síggja nógv umtalaðu uppsparingina hjá landskassanum. Innistandandi í Landsbankanum er vaksið við umleið 250 milliónum síðani hetta landsstýrið tók við í 1998, og tí má eg spyrja, hvar uppsparingin, sum skuldi verið gjørd í hesum gullárunum hjá føroyska búskapinum, er. Edmund Joensen heldur, at landsstýrið roynir at fáa fíggjarlógina at síggja betri út, enn hon í veruleikanum er. Avlopið verður sagt at verða 481 milliónir, men tað er áðrenn avdráttir, og tí er veruliga avlopið 347 milliónir. Tá vit so av royndum vita, at landsstýrið støðugt kemur við eykajáttanarlógum gjøgnum árið, er myndin ikki so ljósareyð, sum landsstýrið vil gera hana til, sigur Edmund Joensen. Tá vit so eisini hugsa um, at landsstýrið ætlar at loysa og avskaffa ríkisveitingina, ber til at staðfesta, at so er liðugt við vælferðarsamfelagunum og íløgum í tunnlar og annað. Tað prógvar hetta fíggjarlógaruppskotið. Fegnast um búskaparvøksturin Formaðurin í Javnaðarflokkinum fegnast um framhaldandi búskaparvøkstur í Føroyum, men er ivasamur mótvegis stóra avlopinum á fíggjarlógaruppskotinum Tað er óført, at tað ber til at koma við einum fíggjarlógaruppskoti, sum staðfestir ein framhaldandi vøkstur í føroyska búskapinum. Tað fegnast vit eisini um, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum um fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum, sum varð almannakunngjørt fríggjadagin. Roknað verður við umleið 5 prosentum í búskaparvøkstri komandi ár, og tað er gott. Hinvegin kunnu vit so staðfesta, at sjálvt í so góðum tíðum ber tað ikki til hjá okkum at klára okkum uttan ríkisveitingina úr Danmark, tí verður tann lítla milliardin í blokkstuðli frároknað, er talan um eitt hall upp eina hálva milliard. Jóannes Eidesgaard heldur, at samgonguflokkarnir, sum vilja av við ríkisveitingina, hava nakað at hugsa um, tá føroyski búskapurin sjálvt í góðum tíðum hevur blokkstuðilin fyri neyðini. Taka nógvar pengar frá fólki Landsstýrið roknar við einum avlopi upp á ein hálva milliard á fíggjarlógini næsta ár. Tað eru nøkur ting í samfelagnum, sum hava verið forsømd seinastu árini, og har neyðugt er við stórum íløgum. Eitt nú tá talan er um Landssjúkrahúsið og eldraøkið, og tí kanst tú ivast eitt sindur í stóra avlopinum, heldur formaður Javnaðarfloksins. Tað er púra rætt, at allar íløgurnar kunnu ikki gerast í senn, tí búskapurin skal ikki hitast enn meira, men tað eru nakrar av íløgunum, sum verða gjørdar uttanlands, og tí ikki seta meira ferð á føroyska búskapin. Harafturat er tað eisini eitt sindur ivasamt, um tað er rætt at taka so nógvar pengar frá fólki í skatti og avgjøldum, tá avlopið framhaldandi er so stórt, sigur Jóannes Eidesgaard. Fólkaflokkur ikki broytt kós Vit liggja í samráðingum við donsku stjórnina og hava har eina púra greiða strategi. Tað verður so ikki á einum veljarafundi , sum Sosialurin refererar frá, at tað verður kunngjørt, hvussu tað gongur í teimum samráðingunum sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum sigur tað vera púra í leysum lofti, tá Sosialurin ber tíðindi fram frá fundi hjá Vága Fólkafloksfelag í farnu viku. Løgmaður viðgongur tó, at hann kann ikki gera aðrar viðmerkingar, tí hann var ikki við á fundinum. Tað vóru tó tveir av landsstýrismonnunum hjá Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen og Bjarni Djurholm, sum eisini vóru rættiliga avgjørdir, tá teir úttalaðu seg til blaðið fríggjadagin. Løgmaður heldur tað tó vera langt millum yvirskrift á forsíðuni og innihald í blaðnum henda dagin, har flokkurin varð sagdur at hava broytt kós í fullveldismálinum. Eg kenni í hvussu er einki til hasa broytingina í fullveldismáinum, sum sipað verður til sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Um samráðingarnar við danir sigur løgmaður annars , at trupulleikin er tann, at vit hava ein mótpart, sum ger, at vit bara stampa í sama stað. -Tað er eingin fleksibilitetur í. Hvussu vit fáa donsku stjórnina at spæla við uppá nakað positivt, tað verður so kynstrið frameftir. Anfinn Kallsberg vísir á, at vit fáa einki ígjøgnum uttan partarnir semjast. Sum støðan er nú, sær tað ógvuliga svart út. M.a. vilja danir hvørki diskutera ella samráðast um tann fíggjarliga partin, sum er ein týðandi partur av øllum. Tí er tað ikki lætt. Uppá fyrispurning hvussu verður við nógv umrøddu fólkaatkvøðuni sigur løgmaður, at hon verður líka so skjótt sum vit hava ein sáttmála, ið hevur tað innihald, ið vit meta Føroya fólk kann taka undir við. Men hann verður heldur ikki fyrr enn tá. Nær tað verður veldst um, hvussu samráðingarnar ganga. Og hvørjir møguleikar eru fyri at semjast. Uppá fyrispurning um vit kunnu koma forbí eitt løgtingsval, áðrenn nakað hendir sigur løgmaður, at tað vónar hann ikki. -Eg vóni at tað er so frægt av vilja til at røkka eini avtalu, at tað verður áðrenn næsta val. Undantaksstøða í Vági Reportaga: Vágbingar og suðuroyingar annars tveittu alt annað frá sær, tá tað leygardagin eydnaðist at vinna føroyameistaraheitið í fótbólti fyri fyrstu ferð í søguni Smyril minti mest um eitt av flóttafólkaskipunum av Cuba, sum vit plaga at síggja í sjónvarpinum, tá hann stevndi inn á Vágsfjørði leygarkvøldið. Bátadekkið og brúgvaveingirnir vóru stúgvandi fullir av fólki. Men hetta var ikki nóg mikið. Heilt uppi á sjálvum brúgvatakinum var eisini riðil av fólki komin saman at heilsa teimum, sum á landi tóku ímóti hetjunum, ið høvdu megnað at vunnið føroyameistarasteypin til Vágs fyri fyrstu ferð í søguni. Tann vanliga langi túrurin um Suðuroyarfjørð við Smyrli tóktist leygarkvøldið bert vara eina evraska lítla løtu. Mikli veitslurómurin gjørdi, at tú ikki visti av fyrr enn skipið stevndi inn á Vágsfjørð. Hetta var uttan iva hjá mongum eina tann minniligasti túrurin til Suðuroyar nakrantíð. Heilsaðu við neyðblussum Á landi var lagið minst líka gott sum umborð á Smyrli, tá hetjurnar saman við trúgvu áskoðarum sínum stevndu inn um Porkerisnes. Porkenigar sendu í luftina avlopið av fýrverkinum frá seinsta nýggjárshaldi, og allan vegin inn eftir fjørðinum losaðu blunkandi og ýlandi bilar Smyrli til Vágs. Umborð varð heilsað aftur við lúðrum, sangi, neyðrakettum og neyðblussum. Og tá Smyril var komin væl inn á fjørðin, tók ein sleipari hjá skipasmiðjuni ímóti við neyðblussum. Sama gjørdu skipini, ið lógu við bryggjuna. Á bryggjuni vóru øll, ið kundu krúpa, komin saman at taka ímóti hetjunum. Og rómurin var góður eingin ivi um tað. Nýggjár umafur Nýggjarshaldið í Vági er tiltikið og man vera tað best fyriskipaða í landinum. Men veitslan leygarkvøldið stóð lítið aftanfyri. Tá leikararnir væl og virðiliga vóru komnir í land og høvdu fingið allar teir mongu kossarnir, ið hoyrdu til, fóru teir allir í ein lastbil, sum við stórum fylgi koyrdi teir gjøgnum býin. Vesturi á trýkantinum, tey kalla tað, vóru blikk við eldi sett upp, soleiðis at har stóð skrivað VB. Eisini høvdu vágbingar sett upp kyndlar, sum logaðu væl og leingi í dýrdarveðrinum. Lítil ivi um, at mangur vágbingur og suðuroyingar sum heild feldi tár hetta kvøldið. Veitsla til tann ljósa morgun Vesturi í ítróttarhøllini á Eiðinum var eisini stór móttøka við kakum, breyði og einari kaldari øl afturvið mongu rørandi røðunum. Virknu kvinnurnar í Vági høvdu í dagar smurt breyð til teir mongu gestirnar, og væl smakkaði. Rómurin í VB-høllini helt á til tann ljósa morgun. Í VB húsinum vóru so nógv fólk samankomin til dansin, at illa var framkomandi í øllum meldrinum. Men tíbetur bar til hjá fólki at sita í høllini og práta saman og fegnast um, at tað eftir 95 ár umsíðir eydnaðist at vinna føroyameistaraheitið. Sanniliga ein minniligur dagur í Vági. Landssjúkrahúsið umvælast fyri 35 milliónir Bygningarnir eru í so ringum standi, at verður onki gjørt heilt skjótt, fara teir fyri skeytið Næsta ár skal Landssjúkrahúsið umvælast fyri 35 milliónir krónur. Tað er í hvussu so er ætlanin hjá Landsstýrinum. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár, sum er løgd fyri tingið, hevur landsstýrið sett 35 milliónir av til at umvæla Landssjúkrahúsið fyri. Í ár vóru 10 milliónir settar til umvælingar, so næsta ár er upphæddin meiri enn trýfaldað. Landsstýrið sigur, at tað hevur leingi verið illgruni um, at bygningarnirhjá Landssjúkrahúsinum eru rættiliga illa farnir. Fyri 13 árum síðani byrjaði arbeiðið at umvæla bygningarnar, men í kreppuni, var játtanin tikin av og tá helt arbeiðið uppat. Í fjør setti landsstðrið so eina kanning í verk av støðuni. Úrslitið av hesi kanning vísir, at illgrunin um, hald var í illgrunanum um, at standurin var heilt ringur og at vandi er fyri, at bygningarnir fara fyri heilt fyri skeyti, um ikki okkurt verður gjørt heilt skjótt. Kanningin vísir, at bæði bygningar og installatiónir krevja stórar ábøtur. Nakrar av hesum ábøtum eru so álvarsligar, at ábøtur mugu gerast heilt skjótt. Tilsamans verður mett, at umvælingarnar fara at kosta 208 milliónir. Landsstýrið ætlar, at arbeiðið skal byrjað næsta ár og hevur skotið upp at seta 35 milliónir av til endamálið. Ætlanin er so, at arbeiðið skal halda fram út í eitt til í 2010, tá ið alt skal vera liðugt. Stórt vi?líkhald Annars krevur Landssjúkrahúsið eisini stórt viðlíkahald fyri at bygningarnir ikki skulu forfella upp aftur meiri. Og tá ið arbeiðið at umvæla teir er liður, krevst eisini eitt vælskipað viðlíkahaldsarbeiðið, so at Landssjúkrahúsið ikki aftur kemur í somu støðu sum nú. Landsstýrið roknar við, at tey komandu árini fer viðlíkahaldsarbeiðið at kosta 68 milliónir. Men tað er kortini ongin serstøk játtan sett av til tað endamálið. Dømd fyri siðamisbrot fáa nú sálarfrøðing Landsstðrið og kriminalforsorgin halda, at tað er neyðugt, at slík viðgerð kann veitast í Føroyum Tey, sum verða dømd fyri siðamisbrot, eiga at kunna fáa sálarfrøðiliga viðgerð, tá ið tey hava sitið. Tað heldur Landsstýrið, og tí er uppskot sett fram um at játta pening til endamálið á fíggjarlógini fyri komandi ár, sum varð løgd fyr Løgtingið herfyri. Landsstðrið sigur, at í Danmark er tað so, at táið fólk, sum eru dømd fyri siðamisbrot, hava sitið eina tíð, fáa tey tilboð um sálafrøðiliga viðgerð, um tey annars verða mett at vera skikkað til tað. Men sum støðan er nú, hevur psykiatriska deild Landssjúkrahúsinum afturvíst einum ynski frá kriminalforsorgini um at átaka sær uppgávuna at veita fólki, sum eru dømd fyri siðamisbrot psykologiska og, ella psykiatriska viðgerð. Hinvegin heldur kriminalforsorgin, at tað er neyðugt, at slík viðgerð kann veitast í Føroyum. Víst verður á, at hetta er ein vaksandi trupulleiki og at tað tí er neyðugt, at psykiatriska deild verður før fyri at veita hesa viðgerðina. Hendan viðgerð skal fara fram um eitt longri ella styttri viðgerðarskeið. Landsstýrið sigur, at yvirhøvur er psykiatriska deild ógvuliga ovbyrjað, eisini innan onnur øki. Tí hevur Helena Dam á Neystabø gjørt av at hækka játtanina so mikið, at ein sálarfrøðingur kann setast í starv afturat og tað hevur hon skotið upp í uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár. Kommunurnar missa bæði sjálvræði og neyðugar miðlar Hvat mark heldur løgmaður, at grundlógin og stýrisskipanarlógin seta fyri uppílegging frá landsins síðu í viðurskiftini hjá kommunum, vil Heðin Mortensen hava at vita frá løgmanni Ólavur í Beiti Og í seinna spurningi spyr Heðin Mortensen, løgtingsmaður, um fyrilit eru tikin fyri tí Europeiska sáttmálanum um lokalt sjálvræði, tá viðvíkur kommuálitinum, kommunulógini, kommunuvallógini, íløgumarkinum hjá kommunum og eftirlitinum við kommunum? Í viðmerkingunum sigur Heðin Mortensen, at Stýrisskipanarlógin sigur okkum, at tað lokala samfelagið hevur ein rætt at skipa egin viðurskifti. Hesin rættur kann útinnast undir eftirliti frá landsstýrinum og eftir nærri ásetingum í løgtingslóg. Men hesin rættur er eingin rættur, um hann verður stikaður inni í ein tronga. Fáa kommunurnar so stutt boð, at tær ikki fáa røkt sínar skyldur mótvegis borgarunum, ikki skipað egin viðurskifti á ein skilagóðan og miðvísan hátt, er brot framt á stýrisskipanarlógina. Alskyns broytingar Í donskum rætti verður hildið, at landið kann avmarka, men ikki taka av kommunala sjálvræðið. Men tá nú landsstýrið fremur alskyns broytingar í tí veruliga valdsbýtinum millum land og kommunur, mugu vit spyrja, um ikki løgmaður og landsstýrið gera seg inn á stýrisskipanarlógina. Tí við at seta mark fyri kommunalum íløgum uttan nakra skilagóða frágreiðing um, hvussu komið er fram til upphæddina við at áleggja kommunum uppgávur uttan samstundis at lata kommunurnar fáa samsvarandi størri part av skattainntøkunum, við at broyta kommunlógina eftir útlendskari fyrimynd, við at broyta kommunuvallóg, eftir at uppstillingin er gjørd, við at taka av skúlanevndirnar í óðum verkum við øllum hesum og øðrum við sýgur landsstýrið allan merg úr kommunala sjálvstýrinum. Vit síggja tíverri, at okkara kommunur missa bæði sjálvræði og neyðugar miðlar, sigur Heðin Mortensen m.a. í viðmerkingunum til fyrispurningin. Játtan til bátahylin í Skálavík Uppgávan at umvæla er fíggjarliga so stór, at kommunan sjálv ikki er før fyri at bøta um skaðan, sigur Eyðun Viderø í viðmerkingunum til fyrispurning Ólavur í Beiti Eyðun Viderø, løgtingsmaður, hevur spurt Bjarna Djurholm, um samferðslumálaráðhaarin er sinnaður at fáa til vega pening til kanning og umvælan av grótkastinum við bátahylin í Skálavík? Og um so er, nær kann roknast við, at neyðugu kanningarnar verða settar í verk? spyr Eyðun Viderø. Í viðmerkingunum, sigur Eyðun Viderø, at undir fíggjarkreppuni varð avrátt, at eingin peningur varð latin úr landskassanum til fígging av uppgávum í kommununum, og sostatt høvdu kommunurnar hvør í sínum lagi ábyrgdina av øllum íløgu- og rakstrarútreiðslum, ið annars ikki vóru ábyrgd landskassans sambært lóg. Ymist er, hvussu fíggjarorkan er hjá kommununum í mun til støddina, men nógvar av stóru íløgunum í m.a. havnaútreiðslur megna smærru kommunurnar ikki. Eitt er, at landskassin frammanundan hevur verið við til at fíggja hesar, men verri er nú, tá týðandi ábøtur skulu gerast. Støðið máðað burtur Og Eyðun Viderø greiður frá grótkastinum við bátahylin í Skálavík, har tað vísir seg nú, at grótið aftan á brimuppgang hevur lagt seg og er partvíst flutt soleiðis, at í summum førum er støðið máðað burtur undan, og at grótið er dottið inn fyri innsiglingina, og er hetta á veg til at byrgja fyri sigling úr og í bátahylin. Uppgávan at umvæla hetta er fíggjarliga so stór, at kommunan sjálv ikki er før fyri at bøta um skaðan, og tí má haldast, at her fara stór virði fyri skeyti, og at um ikki so langa tíð, so er bátahylurin ónýtiligur. Og Eyðun Viderø heitur á samferðslumálaráðharran um saman við serkønum frá landsverkfrøðinginum at taka málið upp nú og vísa ein vilja til at tryggja hesi virði og møguleikarnar hjá tí fólki, ið har býr. Yvirskotið um hálva milliard Fíggjarlógaruppskotið fyri 2001 vísir eitt avlop aftaná rakstrar-, løgu- og rentuútreiðslur (RLÚ) uppá 482 mió. kr. Ólavur í Beiti Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001 verða inntøkurnar mettar til 3,5 mia. Sammett við fíggjarlógina fyri 2000 er tað ein vøkstur í inntøkunum uppá 205 mió. kr. ella 6,2 %, og ein vøkstur í útreiðslunum uppá 168 mió. kr. ella 5,9%. Men vøksturin er størri í inntøkunum enn í útreiðslunum, so RLÚ avlopið verður 37 mió. kr. ella 8,3% hægri, sigur fíggjarmálaráðharrin í sínum viðmerkingum til uppskotið, sum lagt er fram. Fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen sigur, at tað hevur gingið væl búskaparliga í Føroyum seinastu árini. Reali vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni hevur verið 5,5 % í miðal um árið seinastu fimm árini, og vøksturin í virkseminum er framvegis stórur. Tað eru tó tekin um linking í virkseminum innan fiskivinnuna, og høgu oljuprísirnir og rentuhækkingarnar bera á sama borði. Men tað eigur ikki at undirmetast, at fyrireikingarnar og vónirnar til eina komandi oljuvinnu hava stimbrandi árin á virksemið í landinum. Útgoldna A-inntøkan er vaksin 10% fyrstu 8 mánaðirnar í ár sammett við somu tíð í fjør. Tað sæst aftur í inntøkum landskassans. Útreiðslur Sambært viðmerkingunum eru útreiðslurnar settar til 2,850 mia. kr. á fíggjarlógini fyri 2000, men vera nú mettar til at verða 2,971 mia. kr. ella 121 mió. kr. hægri enn á fíggjarlógini. Av hesum er higartil í ár søkt um eykajáttan fyri 43 mió. kr. til lógarbundnar útreiðslur, serstakliga pensiónir og aðrar almannaútreiðslur, verður greitt frá í viðmerkingunum. Til løgur eru 20 mió. kr. í ónýttum játtanum fluttar frá 1999 til 2000, tí arbeiðið ikki varð liðugt í 1999. Eykajáttan til Strandfaraskip Landsins og Postverk Føroya er uppá 22 mió. kr. Eykajáttan til vanligar rakstrarútreiðslur er uppá 13 mió. kr og til aðrar játtanir 10 mió. kr. Og fíggjarmálaráðharrin sigur, at serlig orka má setast á at basa óskilinum við teim afturvendandi eykajáttanum á økjum, sum ikki átti at komið óvæntað á stýrini, so eykajáttanir bert verða brúktar til óvæntaðar útreiðslur, sum stinga seg upp í fíggjarárinum, og sum tað ikki var møguligt at vita, tá fíggjarlógin varð gjørd. Búskapargrunnar Karsten Hansen boðar eisini frá í viðmerkingunum at nú skal búskapargrunnur setast á stovn og í henda grunn verða settar allar inntøkur, sum ikki skulu nýtast í næstu framtíð. Endamálið er at forða fyri, at inntøkur frá t.d. oljuvinnuni umvegis landskassan verða slúsaðar inn í búskapin, sigur Karsten Hansen. Og í skiftisgrunnin, sum eisini skal setast á stovn sambært viðmerkingunum, verða settar inntøkur, sum skulu nýtast til at tryggja eina javna og trygga gongd frá studningsbúskapi til sjálvberandi búskap í Føroyum í sambandi við, at føroyingar taka fulla ábyrgd av landinum. Tað, sum verður latið í grunnin, er yvirskot landskassans og møguligar inntøkur, sum kunnu koma av, at almennar fyritøkur verða settar á partabrævamarknaðin, sigur Karsten Hansen. Og fíggjarmálaráðharrin tekur saman um og sigur, at hóast stóra búskaparvøksturin, sum vanliga hevur við sær hækkandi prísir, hægri lønir og størri íløguhug, so hevur tað eydnast at reka ein varligan fíggjarpolitikk, soleiðis at yvirskotið í landskassanum hevur ligið um eina hálva milliard fleiri ár á rað, skuld er niðurgoldin, og gjaldføri landskassans er nógv betrað. Enn ein tunnil í Fuglafirði Goymslurúmið í berginum við havnarlagið í Fuglafirði økist, samstundis sum fylt verður út í sjálvari havnini. Tá tunnil verður sprongdur inni í berginum, verður grótið nýtt til undirlag á sjónum Fuglafirði: Enn ein tunnil er liðugur inni í berginum við havnarlagið í Fuglafirði. Høllin, sum nú er sprongd, er tann fjórða og kostar umleið hálvasættu millión krónur. Grótið, sum komið er úr tunnlinum, er brúkt til víðkan av havnarlagnum í Fuglafirði. Havsbrún hevur júst bygt nýggjar fóðursiloir og goymsluhøll, og er hetta sett á økið, sum er planerað við tunnilsgróti. Ætlanir eru um ein tunnil aftrat, sigur Pætur Joensen, býarverkfrøðingur í Fuglafirði. Og tað grótið skal so aftur nýtast til ífyllu undir nýggjari útbygging hjá Havsbrún. Fuglafjarðar Kommuna manglar bæði goymslurúm og havnarøki, sigur Pætur Joensen. Tá grótið verður brúkt til útfylling í havnini, fæst umleið sama økið, sum fæst av gólvvídd inni í fjallinum. Nýggja høllin inni í berginum er umleið 2.300 fermetrar, og tað fæst sama vídd av havnarøki, tá fylt verður út. Soleiðis fær kommunan dupult burtur úr at spreingja hol inn í bergið. Tað fáast umleið 26.000 kubikmetrar av gróti burtur úr einum slíkum tunnli. Fuglafjarðar Kommuna ger arbeiðið, sigur býarverkfrøðingurin í Fuglafirði. Kommunan leigar amboð og fólk frá landsverkfrøðinginum. Hetta er fólk, sum hevur arbeitt við tunnilspreinging og tí kennir til arbeiðið. Fuglafjarðar Kommuna eigur goymsluhølini inni í berginum, men leigar tey út til felagið Bergfrost, sum umsitir økið. Hetta felagið leigar so aftur til onnur, sum hava brúk fyri eitt nú frystirrúmum ella vanligum goymslurúmum, sum eisini eru inni í berginum. Eitt nú alifóður verður goymt har inni, sigur Pætur Joensen. Umhvørvisliga hevur tað eingi árin, at sprongt verður inn undir bygdina, sigur Pætur Joensen. Frástøðan millum hallirnar er so stór, at tað er als eingin vandi fyri, at tað sjunkar ella í ringasta falli søkkur saman. Fólk eru ógvuliga tolin og hava vant seg við, at tað ristir eitt sindur, tá sprongt verður. Eisini verða tey ávarðað hvørja ferð, sigur hann. Av øðrum arbeiðum, Fuglafjarðar Kommuna er í ferð við, nevnir býarverkfrøðingurin, at vegur verður gjørdur Vesturi í Bø. Har eru nøkur hús, sum ongan veg hava, og samstundis verður nýggj útstykking gjørd við umleið átta grundstykkjum. Kostnaðurin fyri ta verkætlanina liggur um einar fýra-fimm milliónir. Pætur Joensen sigur, at eftirspurningurin eftir grundstykkjum í Fuglafirði er stórur. Talan er í stóran mun um burturfluttar fuglfirðingar, sum koma aftur, sigur hann. Fólk, sum arbeiðir í Fuglafirði og helst vil búgva á staðnum. Vatnverkið í Fuglafirði er útbygt, men neyðugt verður at fáa eina vatngoymslu, sum helst má gerast í fjøllunum onkustaðni. Men enn er tann ætlanin ikki komin longur enn til umhugsunar, sigur býarvekfrøðigurin. Kommunan hevur nýliga gjørt nýggja brandstøð og nýggj læknahøli eru eisini innrættað. Úti á Kambdsali er planerað og gjørt klárt til ein bygning, sum elektrikaravirki í Fuglafirði fer at byggja. Støðan, 1. deild menn Endaliga støðan í bestu mansdeildini Úrslit: B36-VB 1-2 Sumba-HB 1-3 FSV-KÍ 4-5 B68-GÍ 3-7 B71-NSÍ 1-2 Fólkaflokkurin má finna út av hvat hann vil Eg fari ikki at úttala meg uppá bakgrund av einum referati av fundi, sum hevur verið í einum lokalum veljarafelag. Eg vil fegin hoyra frá teimum sjálvum, hvat tað er teir hava sagt. Hetta sigur Høgni Hoydal í eini viðmerking til úttalilsini hjá tveimum av landsstýrismonnum Fólkafloksins í Sosialinum í gjár. Tá søgdu Bjarni Djurholm og Jørgen Niclasen, at teir kunnu ikki taka undir við gongdini í fullveldismálinum, og at vit nú eiga at arbeiða fyri einum stig fyri stig politikki mótvegis dønum. Verður hasin boðskapurin ikki avsannaður, so er tað Fólkaflokkurin sjálvur, sum má finna út av, hvat hann vil sigur Høgni Hoydal og heldur fram: -Mín støða er fullkomiliga greið. Vit hava gjørt nakrar avtalur í samgonguskjalinum, og vit hava sagt í tinginum, hvussu vit skulu arbeiða, og tað hava vit hildið fult út. Hann vísir á, at tað er avgerandi, tá vit eru í eini samráðingarstøðu, at vit vita, at høvuðsendamálið hjá okkara samráðingarmótparti er at fáa split í samgonguna, og tá er tað ógvuliga umráðandi, at menn eru ábyrgdarfullir og loyalir, og at tú er greiður yvir tínum útmeldingum. Høgni Hoydal vísir á, at hetta mál hevur bygt á púra greiðar avtalur millum samgongupartarnar og løgtingssamtyktir og samráðingarnar eru farnar fram við púra greiðum avtalum við mótpartin, og tað er tað, sum man má halda seg til. Hevur tú varhugan av, at Fólkaflokkurin er við at fáa kaldar føtur og er við at draga í land aftur í fullveldisspurninginum? Eg geri ikki viðmerkingar til tað, sum Fólkaflokkurin ger. Vit hava skipað eina samgongu. Anfinn Kallsberg er samgonguleiðari. Hann hevur sagt púra klárt og týðuligt, at tað einasta, sum skal góðtakast í samráðingunum millum Føroyar og Danmark, er ein fólkarættarlig avtala tvs. ein avtala, sum inniber suverenitet. Formaður Tjóðveldisfloksins sigur, at annað er ikki at samráðast um, tí tá er tað í veruleikanum nýggj heimastýrislóg vit tosa um. Eru onnur signal frá samgonguni, so má hetta vera nakað, sum Fólkaflokkurin tekur upp innanhýsis. Hydro og Texaco rýma Fríggjadagin varð skeltið hjá oljufelagnum Texaco tikið av húsavegginum í Vágsbotni og flaggið hjá oljufelagnum Norsk Hydro varð tikið niður fyri seinastu ferð. Tey bæði oljufeløgini, sum hava hildið til í fyrrv. bygninginum hjá Trygd á Bryggjubakka, fingu ikki leitiloyvi í 1. útbjóðingarumfari og lata tí skrivstovur sínar aftur og rýma av landinum. Statoil borar næsta ár Oljufelagið Statoil, sum er ein av operatørunum á Føroyaøkinum, hevur eftir øllum at døma fingið hendur á einum boripalli, soleiðis at Statoilbólkurin kann bora longu næsta summar. Sosialurin skilur, at Statoil hevur gjørt avtalu við risastóra oljupallsfelagið Transocean um leigu av boripallinum Sovereign Exploerer í 105 dagar næsta ár. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa hesi tíðindi váttað. Ætlanin er at bora ein brunn við Føroyar og ein vestan fyri Írland skilst. Byrgist fyri bátahylin í Skálavík Uppgávan at umvæla er fíggjarliga so stór, at kommunan sjálv ikki er før fyri at bøta um skaðan, sigur Eyðun Viderø í viðmerkingunum til fyrispurning Eyðun Viderø, løgtingsmaður, hevur spurt Bjarna Djurholm, um samferðslumálaráðhaarin er sinnaður at fáa til vega pening til kanning og umvælan av grótkastinum við bátahylin í Skálavík? Og um so er, nær kann roknast vð, at neyðugu kanningarnar verða settar í verk? spyr Eyðun Viderø. Í viðmerkingunum, sigur Eyðun Viderø, at undir fíggjarkreppuni varð avrátt, at eingin peningur varð latin úr landskassanum til fígging av uppgávum í kommununum, og sostatt høvdu kommunurnar hvør í sínum lagi ábyrgdina av øllum íløgu- og rakstrarútreiðslum, ið annars ikki vóru ábyrgd landskassans sambært lóg. Ymist er, hvussu fíggjarorkan er hjá kommununum í mun til støddina, men nógvar av stóru íløgunum í m.a. havnaútreiðslur megna smærru kommunurnar ikki. Eitt er, at landskassin frammanundan hevur verið við til at fíggja hesar, men verri er nú, tá týðandi ábøtur skulu gerast. Støðið máðað burtur Og Eyðun Viderø greiður frá grótkastinum við bátahylin í Skálavík, har tað vísir seg nú, at grótið aftan á brimuppgang hevur lagt seg og er partvíst flutt soleiðis, at í summum førum er støðið máðað burtur undan, og at grótið er dottið inn fyri innsiglingina, og er hetta á veg til at byrgja fyri sigling úr og í bátahylin. Uppgávan at umvæla hetta er fíggjarliga so stór, at kommunan sjálv ikki er før fyri at bøta um skaðan, og tí má haldast, at her fara stór virði fyri skeyti, og at um ikki so langa tíð, so er bátahylurin ónýtiligur. Og Eyðun Viderø heitur á samferðslumálaráðharran um saman við serkønum frá landsverkfrøðinginum at taka málið upp nú og vísa ein vilja til at tryggja hesi virði og møguleikarnar hjá tí fólki, ið har býr. Fara at minna aftur á tey brekaðu Stórur tørvur er á einum tilhaldi hjá brekaðum í Eysturoynni, har ein stórur partur av okkara brekaðu búgva. Í løtuni eru eingi tilboð, men politikararnir hava onga bráfeingisloysn loysn. Fyrireikararnir fara at taka málini uppaftur seinni Stefan í Skorini Leygardagin varð skipað fyri pallborðsfundi í Norðurlandahúsinum. Kjakast varð um korini hjá teimum brekaðu í Føroyum, sum mangan detta burturmillum. Fleiri enn hundrað fólk vórðu savnað um pallborðið. Tey sum mannaðu borðið vóru Doris Hansen fyri MBF, Turid Askham sum umboð fyri foreldrini, Tórbjørn Jakobsen landsstýrismaður við undirvísingar- og mentamálum, Helena Dam á Neystabø landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum, Rúna Sivertsen løgtingskvinna og Petra Joensen stjóri á Almannastovuni. Fyrireikararnir løgdu politikarunum eina við, at tiltakið verður fylgt upp seinni. Gongur striltið í Eysturoynni Hvør limur í panelinum hevði eitt innlegg á seks minuttir, har tey gjørdu sínar metingar á økinum. Síðani var frítt orðaskifti. Áhoyrararnir kundu seta pallborðinum spurningar. Eitt mál, sum nógv varð tosað um, var viðurskiftini hjá teimum brekaðu í Eysturoynni, har lutfalsliga nógv brekað eru. Foreldur saman við kommunum royna í løtuni at fáa ein stovn upp á beinini, men vantandi heimildir hava forðað hesum arbeiðnum, og tí er einki hent enn tí viðvíkjandi. Politikararnir kundu bara geva lyfti um at fáa viðurskiftini í rættlag um eitt ár, men tað hildu foreldrini verða og long tíð at bíða. Helena Dam á Neystabø segði á fundinum, at ein arbeiðsbólkur er settur at fáa í lag eina heildarráðgeving fyri foreldur at brekaðum fyri árslok 2001. Turid Askham legði tvey uppskot fram á fundinum. Hon setti ynski fram vegna foreldur at børnum, sum eru á Sernámsdeplinum ella á Trøðni, at foreldrini fáa eitt umboð í skipanina fyri at teirra ynski eisini kunnu verða hoyrd. Eisini skeyt hon upp, at foreldur kunnu sleppa at royna hjálpartólini á Hjálpartólamiðstøðini. Í hesi royndartíðini kunnu tey staðfesta, um hetta hjálpir teirra barni. Lógirnar skulu út á netið Foreldrini heittu á stjóran á Almannastovuni um at leggja allar kærur og úrskurðir av hesum kærum út á internetið. Hetta kann lætta munandi um hjá fleiri foreldrum, tá tey hava í hyggju at senda eina kæru inn. Eisini er neyðugt at leggja tær reglur út, sum Almannastovan arbeiðir eftir í slíkum málum. Rúna Sivertsen setti fram uppskot í sambandi við stovnar, har brekað halda til. Foreldur eiga at kunna søkja um eitt ávíst dagatal fyri børnini, um tey ikki hava tørv á ansing hvønn dag. Fleiri foreldur kenna seg noydd at søkja um fult pláss, tí annars kunnu tey at enda standa við ongum. Við hesum ber eisini til at spara fleiri pláss á stovnunum. Eisini kom fram at fleiri sakna tann fjálga og trygga barnagarðin á Trøðni, sum hann var fyrr. Tað hepnast ikki eins væl hjá øllum brekaðum børnum at koma í umhvørvið hjá frískum børnum. Tí skuldi møguleikin enn verið opin hjá teimum, sum ynskja tað, at seta børnini í barnagarð á Sernámsdeplinum. Fara at fylgja upp Lítið ítøkiligt kom burturúr fundinum, men stýrisbólkurin, sum hevur fyrireikað fundin, var sum heild sera væl nøgdur við tiltakið. Stýrisbólkurin hevur ætlanir um at fylgja hesum upp, so forðað verður fyri at hetta fer í gloymibókina aftur. Tey fara at minna politikararnar aftur á trupulleikar hjá brekaðum í Føroyum. Annars var pallborðsfundurin ikki tað einasta, sum var á skránni henda dagin. Fyri stuttum varð ein sangkapping útskrivað, og burturúr tí er ein fløga komin. Á konsert seinni um kvøldið vórðu sangirnir á fløguni spældir, og fløgan kundi fáast til keyps. Myndatekstur: Pallborðið fekk fleiri góðar spurningar frá foreldrunum. Frá vinstru eru tað Tórbjørn Jakobsen, Rúna Sivertsen, Helena Dam á Neystabø, Petra Joensen, Turid Askham og Doris Hansen Mynd: Jan Müller Myndatekstur: Fyrireikararnir vóru sum heild væl nøgdir við tiltakið leygardagin, og heilt fitt at fólki varð komið saman í Klingruni Mynd: Jan Müller ODDAGREIN: Tillukku VB LOKSINS eydnaðist tað einum av okkara elstu fótbóltsfeløgum, Vágs Bóltfelag ella betri kent sum VB, at vinna føroyskameistaraheitið í fótbólti í bestu deildini. Hetta er stórfingna og gullrandaða føðingardagsgávan, sum spælarar, venjarar og hjálparfólk hjá liðnum, nú kunnu lata sínum egna felag í gávu á 95 ára degnum. Vakrari og betri gávu kundi heimbygdin ikki fingið á hesum stóra degi. TAÐ er so ikki uttan stríð, strev og sveitta, at 1. deildarliðið hjá VB hevur vunnið sær sæti í gullstólinum í kappingini í ár. Liðið hevur vunnið eitt uppiborið meistaraskap. NEYVAN nakrantíð í føroyskari fótbóltssøgu hava so mong ynskt so nógv gott fyri so fá, sum henda dagin, tá VB skuldi standa sína seinastu styrkiroynd: at vinna á B36, sum fyri bert eini viku síðani vann erkafíggindanum HB neisir. Tað er ikki ov nógv sagt, at nærum allar Føroyar krossaðu fingrar fyri VB, vágbingum og Vági henda dagin. Hóast øll eru sær sjálvum næst í fótbóltskappingum, so átti VB heiðurspoláss í mongum hjørtum henda seinasta leikdagin í landskappingini. TAÐ vildi eisini verið ótrúliga spell, um hesin so týðandi søguligi og psykologiski sigurin glapp vágbingum av hondum á sjálvari málstrikuni avgerandi dagin, nú liðið hevði spælt seg fram til oddasessin. Men tað vildi so til, at VB-spælararnir eisini henda dagin vístu gott spæl og vóru sera málsøkjandi. Men B36 spældi eins væl henda dagin, og tað var um reppið, at B36 handaði erkafíggindanum í Havn, HB sigurin. Úrslitið 2-1 til VB var uppiborið. Tann besti vinnur, og soleiðis var eisini henda dagin. VB vann sína fyrstu fótbóltslandskapping nakrantíð við manér. Vit ynskja teimum tillukku. Á sama hátt sum landsliðið fær sjóvað okkum føroyingar saman sum fólk og gevur samleikanum ítøkiligt innihald, so fær 1. deildarliðið hjá VB sjóvað saman vágbingar í heimbygdini og runt um landið alt og fær givið samleikanum at vera vágbingur innihald. Eftir mongu brotasjógvarnar í 90-unum, har nettupp Vágs bygd mundi vera tað plássið í landinum, sum var ringast rakt, kemur ein slíkur sigur um enn tað bara er eitt spæl sera væl við. Hann fløvar. Hann gevur sjálvsálit. Hann er við til at styrkja og menna aftur trúnna uppá ikki bara tað at vera vágbingur men eisini at framtíð er í heimbygdini, framtíð er í at skapa lív og livilíkindi fyri komandi ættarliðum á hesum plássinum hóast mongu bakkøstini. EIN kann kanska loyva sær at siga, at ein slíkur sigur psykologiskt er nógv meira verdur enn bæði nýggjur Smyril og útlitið fyri nýggjum vinnuvirkjum og harvið er hann eitt vælkomið lot í seglini á tí útjaðaraskútu, sum politikarar siga seg hava lagt kjølin til. Peningur og stórar ætlanir eru avgerandi fyri framburði og vøkstri, men eisini tey menniskjansligu virðini, sum vit eru felags um, hava so sanniliga eisini stóran týdning. Og hvat hevur størri menniskjansligt virði í Vági í hesum døgum enn júst heimliga fótbóltsliðið! Enn einaferð vágbingar og Vágs bygd hjartaliga tillukku. Go'morin Landsstýrismenninir hjá Fólkaflokkinum hava fingið nokk av førda fullveldispolitikkinum Landsliðið fer ikki til Jugoslavia Møguliga verður HM undankappingardysturin í staðin spældur á uttanveltaðum vølli, og møguliga verður hann ikki spældur fyrrenn í apríl komandi ár Føroyska fótbóltslandsliðið fer ikki til Jugoslavia at spæla HM undankappingardyst komandi mikudag. Fótbóltssambandið fekk boðini klokkan 15.30 í gjár um, at FIFA ikki heldur tað vera ráðiligt at fara til Jugoslavia. Politisku umstøðurnar eru so mikið ótryggar, at FIFA hevur gjørt av, at landsdysturin hjá jugoslavum ímóti Russlandi komandi leygardag, og landsdysturin ímóti Føroyum mikudagin í komandi viku, ikki kunnu spælast í Beograd. Um dysturin hjá Føroyum verður spældur nú, og hvar hann møguliga verður spældur, var ikki greitt, tá vit seint seinnapartin mánadagin tosaðu við Ísak Mikladal, aðalskrivara í FSF. Vit hava akkurát fingið boðini um at okkara ferðalag ikki skal fara úr Sveis og til Jugoslavia sunnudagin. Í prátinum við FIFA hevur møguleikin verið nevndur, at dysturin skal spælast á uttanveltaðum vølli. Mest upplagdi møguleikin í tí sambandinum verður mettur at vera, at dysturin verður spældur í Sveis, tí okkara landslið skal spæla har leygardagin, men hetta skulu vit tosa nærri um seinni í vikuni, sigur Ísak Mikladal. Mikudagin í komandi viku skal Sveis spæla í Slovenia. Fleiri spurningar skulu svarast Tað er ikki bara sum at siga tað at flyta ein landsdyst úr einum staði og til eitt annað. Ein rúgva av spurningum skulu greiðast, áðrenn tað er greitt, um hetta ber til, og spurningurin er, um tað er nóg mikið av tíð at fáa spurningarnar svaraðar, tá skotbráðið er so stutt. Mest einfalda loysnin hevði kanska verið, at jugoslavar komu henda vegin í komandi viku, og at føroyingar so fóru niður til Jugoslavia komandi summar. Hetta er kortini ikki bara sum at siga tað, tí dystirnir eru samantvinnaðir, soleiðis at talan er um tveir dystir á útivølli ella heimavølli hvørja ferð. FSF hevur sagt FIFA, at tað fer ikki at bera til at spæla í Føroyum í komandi viku. Ein annar spurningur er ferðingin og uppihaldið. Um dysturin verður fluttur t. d. til Sveis, so skal FSF fáa húsarúmd fyri landsliðnum í fýra dagar eyka í Sveis, jugoslaviska landsliðið skal fáa húsarúmd í Sveis, og øll tey, sum ferðast til og frá einum sovornum dysti dómarar, eygleiðarar, tíðindafólk og so ógvuliga mong onnur skulu broyta ætlanir, sjónvarpsupptøkuliðini og lýsingarfeløgini skulu broyta ætlanir, og soleiðis kundu vit hildið á at nevnt viðurskifti, sum fyri langari tíð síðani eru komin í fastar karmar, og sum nú skulu loysast av nýggjum so at siga her og nú. Fíggjarligi parturin Um landsdysturin verður útsettur, so verður hann spældur 25. ella 26. apríl komandi ár. Hetta eru fyrstu dagarnar, sum eru leysir í europeiska fótbólts álmanakkanum. Føroyska landsliðið verður ikki illa fyri í apríl komandi ár, tí tá hava teir longu verið í Luksemburg og í Russlandi. Fyri FSF verður tað ein fíggjarligur smeitur, um landsliðið skal tvær ferðir suður í Europa í staðin fyri bara eina ferð. Vit hava nevnt hetta fyri teimum í FIFA. Teir skilja væl ta síðuna av søkini. Vit skulu venda aftur til fíggjarliga spurningin seinni. Um talan verður um tvær ferðir suður eftir, so ivist eg ikki í, at FIFA fer at endurrinda okkum meirkostnaðin, sum vit fara at hava av nýggju støðuni, sum vit ongan lut eiga í, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum. Í Ítróttarsosialinum týsdagin verður sagt, at føroyska pressan mánadagin á middegi ikki hevði fingið visa til Jugoslavia. Hetta kom upp á pláss tíðliga seinnapartin mánadagin. Seinni sama dag tók málið eina nýggja vend, og nú er ikki neyðugt at hava visa til Jugoslavia. Tað er púra greitt, at landsliðið ikki fer niður hagar. jh Dysturin í Jugoslavia hongur í leysum lofti Jugoslavarnir hava ikki enn veitt føroysku pressuni visa. Um tað ikki eydnast at fáa loyvini í rættlag, fer FSF at lurta eftir, hvat FIFA hevur at siga, áðrenn nøkur avgerð verður tikin um ferðina Tað ber ikki til at gloppa fyri altjóða pressuni og eisini elektronisku fjølmiðlunum heima á landi, uttan at Jugoslavia er ovast á breddanum. Mikudagin í komandi viku skal føroyska landsliðið spæla HM undankappingardysti í Beograd. Ferðalagið fer úr Zürich í Sveis og til Beograd sunnudagin á middegi. Tað er henda sama dagin, at umvalið til forsetaembærið í Jugoslavia er dagsett. Í altjóða samfelagnum er spenningurin stórur um, hvussu valið fer at spæla av. Tað verður mett at vera ikki so lítið sannlíkt, at ófriður fer at kykna upp í sambandi við valið. Sjálvsagt er hetta nakað, sum hevur sína ávirkan millum føroysku landsliðsspælararnar, sum fregnast og vilja vita, hvat FSF veit um støðuna og um dystin. Fluttu til Wien Ísak Mikladal er aðalskrivari í FSF. Tað er hann, sum hevur at gera við samskiftið við jugoslaviska fótbóltssambandið og við FIFA. Vit eru ikki heilt álvuligir við støðuna, men vit mugu rætta okkum eftir altjóða fótbóltssamgonguni FIFA. Teir geva ikki okkara landsliði loyvi at fara til Jugoslavia, uttan at teir kunnu veita trygd fyri ferðalagnum. Higartil hava vit einki hoyrt frá FIFA. Eg havi spurt meg fyri hjá teimum, men teir tykjast hava hug at bíða eitt sindur. Um teir seinni í vikuni fara at boða frá, at vit ikki kunnu fara til Jugoslavia, so verður næsti spurningurin, um dysturin skal spælast á uttanveltaðum vølli, ella um hann skal útsetast, sigur Ísak Mikladal, og hann heldur fram: Europeiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur ábyrgdina av Europa Cup. Í síðsta umfarinum gjørdu teir av, at Reyða Stjørnan, sum sendi KÍ úr kappingini, skuldi spæla sín heimadyst ímóti eingilska Leicester í Wien. Tað gjørdu teir, tí jugoslavarnir søgdu seg ikki vera førar fyri at veita trygd fyri áskoðarunum hjá eingilska felagnum. Teir í Leicester vildu ikki fara til Jugoslavia, um áskoðararnir hjá teimum ikki høvdu møguleika at fylgja sínum liði. Einki visa Fótbóltsssambandið hevur í góðari tíð biðið um visa fyri landsliðsferðalagnum og eisini fyri teimum seks pressuumboðunum, sum skulu við til Sveis og Jugoslavia. Jugoslavisku myndugleikarnir hava givið landsliðnum visa, men á middegi í gjár var einki visa komið til pressuna. Vit hava biðið jugoslaviska fótbóltssambandið um at gera sína ávirkan galdandi yvirfyri myndugleikunum, so okkara pressa kann fáa visa og harvið hava møguleika at fylgja við landsliðnum. Men vit hava einki hoyrt frá teimum. Um vit ikki hoyra frá teimum seinni í dag, fara vit at seta okkum í samband við FIFA fyri at fáa teir at gera sína ávirkan galdandi. Um føroyska pressan ikki fær visa til Jugoslavia, fer FSF at taka ferðina niður á Balkan til nýggja viðgerð. Hetta verður sjálvsagt gjørt í tøttum samstarvi við FIFA, sum eigur HM undankappingina, sigur Ísak Mikladal. Atlantsflog fer í annaðkvøld at flúgva landsliðsferðalagið niður til Zürich. Sveisiska flogfelagið skal sambært løgdu ætlanini flúgva landsliðið til Beograd. Fleiri ferðafólk fara við landsliðnum til Sveis. Summi teirra skulu ferðast við Atlantsflog, meðan onkur onnur fara úr Danmark og til Sveis. Atlantsflog skipar ikki fyri áskoðaraferð til Beograd, og Fótbóltssambandið veitt ikki um nakran áskoðara, sum ætlar sær tann vegin. Seks pressuumboð skulu saman við landsliðnum til Jugoslavia. Tað eru umboðini fyri Útvarp Føroya, Dimmalætting og Sosialin, sum FSF í gjár bíðaði eftir vísa til. Mastrahvalir í Vestmannasundi At mastrahvalurun er rovdjór tykjast bæði æður og teistar at hava sannað. Sunnudagin vóru seks mastrahvalir í Vestmannasundi Edvard Joensen Oyrargjógv: Æður og teistar leikaðu sansaleys í, og grundin var sera sjónlig. Seks mastrahvalir komu spakuliga norður við Vágalandinum beint sunnan fyri ferjuleguna við Oyrargjógv. Fólk, sum komu í land av Ternuni hendan sunnudgin fyrrapart, varnaðust hvalirnar tætt undir landi. Nógvir bilar steðgaðu, og fólk fór út at síggja hesa sjáldsomu sjón. Og tó verður látið at í Vágum, at hon er kanska ikki so sjáldsom kortini. Tvær ferðir fyrr í summar hava mastrahvalir verið á Sandavági, og sandavágsmenn søgdu, at mastrahvalur eisini hendan sama sunnumorgun hevði verið inni á vágni. Einaferð tíðliga í summar varð boðað frá grind í Sandavági. Men tá bátar komu til >>grindina<< vórðu teir varugir við, at hetta var mastrahvalur. Fyri stuttum vóru seks mastrahvalir- ella bóghvítuhvalir ella æðuhvalir hvat ein nú velur at nevna teir mestsum uppi á landi á sandinum í Sandavági. Teir vórðu riknir út aftur av alarunum á vágni. Hendan vakra sunnumorgunin vóru seks hvalir á Sandavági, og aftur vóru alararnir á kroppinum á teimum, frættist úr Sandavági. Fyrrapartin sunnudagin, tá blaðmaðurin saman við øðrum kom í land av Ternuni á Oyrargjógv, komu seks hvalir spakuliga norður við Vágalandinum. Fýra smærri og tveir størri hvalir vóru í bólkinum. Annar av teimum vaksnu var ivaleyst ein hannhvalur eftir stóra horninum at døma. Hann svam soleiðis umleið eitt byrsumál úr landi. Spakuliga, eins og periskopið á einum kavbáti, sum kemur upp, kom hetta spíska hornið undan. Síðan sást ryggurin. Og uttan at nakað sást til, at hvalurin kúlaði seg saman, gleið fyrst ryggurin og síðan hornið spakulig undir aftur. Eftir var bert ein meldur í vatnsskorpuni, sum segði frá, at her var havsins størsta rovdjór rovdjór spakuliga farið glíðandi framvið. Nærri landi vóru æður og teistar púra óð í høvdinum. Eingin ivi er um, at tey vita, hvat hesin hvalurin kann finna uppá, og tí royndu tey at bjarga sær, sum tey kundu best. Turnaðu eftir sjónum og royndu at sleppa á flog. Men tað eydnaðist bara onkrum, meðan onnur í villari angist lupu upp á land og tustu niðan gjøgnum fjøruna. Og har, tætt fram við landinum, komu teir ungu jassarnir. Lívligir. Høvdu ivaleyst hug at spæla við hesar bebbaræddu fuglarnar. Hesir høvdu meira ferð, enn teir eldru ytri á. Komu tætt fram við landinum, so tað viðhvørt sá út, sum ætlaðu teir at gera landdgongd. Og ein teirra, var helst í serliga góðum hýri, tí hann slerdi við sveivinum, hvørja ferð, hann var undan. Líkasum ein heilsan til forvitan myndamannin, sum stóð við bilverjuna á vegnum beint sunnan fyri ferjuleguna og tók mynd niður á á ryggin á einum spælandi mastrahvali. Men æðurnar tóktust tó sleppa við hvøkkinum hesaferð. Ternan bakkaði frá, og hvalirnir fóru eitt sindur yvir á Sundið og hildu leiðina norðureftir. Løgtingið latið frá sær lóggávuvaldið Í arbeiðinum við at gera føroyska grundlóg hevur grundlógarnevndin sett fram spurningin, um løgtinið við nýggju stýrisskipanini hevur latið frá sær stóran part av lóggevandi valdinum Landsstýrið er eftir nýggju stýrisskipanarlógini lóggávuvaldið, meðan løgtingið bert blástemplar lógaruppskotini frá landsstýrinum. Hetta heldur Hans Pauli Støm, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Nøkulunda tað sama førdi núverandi landsstýrismaðurin, Tórbjørn Jacobsen, fram, meðan hann var løgtingsmaður. Tórbjørn Jacobsen segði tá í samrøðu við Sosialin, at einasti neyðturviligi førleikin ein tingmaður krevur at hava, er at duga at skina á reyða og grøna litinum, soleiðis at hann kann finna út av at atkvøða nei ella ja. Ósamsvar í lógini Hendan trupulleikan hevur bólkurin í grundlógarnevndini, sum viðgerð stjórnarvaldið, tikið upp. Og grundlógarnevndin er samd við tingmonnunum. Hon heldur, at løgtingið, tá tað samtykti nýggju stýrisskipanarlógina, gav frá sær ein part av lóggevandi valdinum, samstundis sum tað gav frá sær alt útinnandi vald, eins og meiningin var. Arbeiðsbólkurin staðfestir, at stjórnarvaldið eftir galdandi skipan hevur lóggávuinitiativiið. Stórnarvaldið, sum í hesum førum er landsstýrið, hevur rættin at seta fram uppskot, og er tað í veruleikanum høvuðsstigtakari til nærum alla lóggávu. Men tað er kortini ógreitt, hvør í stjórnini hevur hesa heimild. Tí Tríggar greinar í stýrisskipanarlógini, ið skulu staðfesta heimildina, stíða móti hvørjari aðrari. Talan er um grein 15, grein 22 og grein 33, stykki 2. Sambært grein 15 í stýrisskipanarlógini kann ein einstakur landsstýrismaður leggja fram uppskot. Hendan grein sigur nevniliga, at >>løgmanni, landsstýrismonnum og løgtingsmonnum eru heimilað at seta fram uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og aðrar samtyktir.<< Sambært grein 22 skal tað antin vera landsstýrið sum eind ella ein einstakur tingmaður, ið leggur uppskot fram. Hendan grein sigur nevniliga, at eingin umsókn verður løgtingið, uttan at tingmaður ella landsstýrið flytur hana fram. At enda skulu uppskot sambært grein 33, stykki 2 leggjast fram á landsstýrisfundi, áðrenn tey verða løgd framløguna í tinginum. Hendan grein sigur nevniliga, at løgmaður samskipar starv landsstýrismanna og boðar í hesum sambandi regluliga til landsstýrisfunda, har millum annað øll uppskot landsstýrisins til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og eykajáttanir verða framløgd, áðrenn tey verða løgd fyri løgtingið. Størri heimild til løgtingið Fyri at loysa trupulleikan á lóggávuøkinum, hevur arbeiðsbólkurin í grundlógarnevndini hugsað um tveir møguleikar, soleiðis at løgtingið aftur styrknar sum lóggevandi vald. Ein møguleiki er, at løgtingið aftur fær størri heimild at broyta lógaruppskot frá landsstýrinum meðan tey verða viðgjørd á tingi. Hetta er nakað, ið líkist skipanini, vit høvdu áðrenn vit fingu nýggju stýrisskipanarlógina. Ein annar møguleiki er at geva veita tingmonnum løgfrøðiliga hjálp, soleiðis at tað betur ber til hjá andstøðuni at leggja fram ítøkilig uppskot. Eftir verandi skipan hava tinglimir lítlan møguleika at leggja fram væl gjøgnumarbeidd uppskot, tí teir eru ikki lógarkønir og hava ongar løgfrøðisligar ráðgevar. Í Danmark er mannagongdin tann, at framsøgumenn flokkana tíðliga verða drignir upp í viðgerðina av lógaruppskotum frá stjórnini. Á henda hátt er andstøðuni tryggjað ávirkan á lógaruppskotini, somuleiðis sum stjórnin eisini tryggjar sær, at meiriluti er fyri lógaruppskotunum. Langt eftir á mál Hóast Landsstýrið og stjórnin eru komin langt í samráðingunum um ríkisrættarligu støðuna, er framvegis langt eftir á mál, segði danski forsætisráðharrin í setanarrøðu sínari í Fólkatinginum í gjár. Danski forsætisráðharrin hevði ikki nakran nýggjan boðskap at borðreiða við viðvíkjandi Føroyum, tá ið hann kom inn á ríkisfelagsskapin í setanarrøðu sínari. Forsætisráðharrin segði eins og hann hevur sagt áður at stjórnin framvegis metir ríkisfelagsskapin at vera besta grundarlagið undir samstarvinum millum Føroyar, Grønland og Danmark. Og stjórnin er sinnað at menna ríkisfelagsskapin. Um fullveldissamráðingarnar segði Poul Nyrup Rasmussen, at partarnir eru komnir langt við samráðingunum. Fleiri prinsipiellir spurningar um framtíðar samstarvið eru avgreiddir, men eitt umfatandi arbeiði liggur fyri framman. Sama hvønn veg føroyska fólkið velur, fer stjórnin at arbeiða fyri, at vit í felagsskapi finna eina góða og virðiliga loysn, sum røkkur fram í tíðina, og sum báðir partar kunnu vera nøgdir við, segði hann Meðan Anfinn Kallsberg, løgmaður, Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, og teir báðir føroysku fólkatingsmenninir lýddu á, segði forsætisráðharrin, at stjórnin heldur sær, at Føroyar ikki fara úr ríkisfelagsskapinum. Hetta hevur hann sagt áður, og hesin boðskapurin varð altso endurtikin í røðuni í dag. Forsætisráðharrin nevndi ikki nakra tíðarætlan fyri, nær hann væntar, at samráðingarnar verða lidnar, og hann nevndi heldur ikki samráðingarfundin, sum eftir ætlan skal verða í Keypmannahavn 26. oktober. Tað er ikki vanligt, at setanarrøðurnar eru serliga ítøkiligar tá ið um ríkisfelagsskapin ræður og røðan í ár var einki undantak í so máta. Viðvíkjandi Grønlandi segði forsætisráðharrin, at stórar avbjóðingar liggja fyri framman. Hann segði, at grønlendska heimastýrið hevur sett eina sjálvstýrisnevnd, sum skal kanna, hvussu Grønland kann fáa størri sjálvsstýri innanfyri ríkisfelagsskapinum. Stjórnin er sinnað at viðgera tað úrslit, sum sjálvstýrisnevndin kemur til, segði hann. Nýggjan evropapolitikk Áðrenn setanarrøðuna varð nógv gitt um, hvørt forsætisráðharrin fór at koma við ábendingum um, at hann skjótt fer at skriva út Fólkatingsval. Men Poul Nyrup Rasmussen kom ikki við nøkrum tílíkum ábendingum. Úrslitið av evruvalinum í síðstu viku var rættiliga ovarliga á breddanum, og forsætisráðharrin boðaði frá, at stjórnin fer at leggja fram eina nýggja ætlan um framtíðar evropapolitikkin. Fólkið segði nei til evruna, og ongar ætlanir eru um at skipa fyri fleiri fólkaatkvøðum um ES-spurningar. fyri at tryggja, at fólkið verður tikið meira við uppá ráð í ES-spurningum, fer stjórnin at skipa fyri fólkahoyringum. Fólkahoyringarnar skulu viðgera avbjóðingarnar, sum standa fyri framman í ES-høpi. Forsætisráðharrin segði eisini, at stjórnin fer at bjóða hinum flokkunum í Fólkatinginum til fundar í næstu viku at viðgera støðuna hjá Danmark í ES. Fólkatingið fer komandi dagarnar at viðgera setanarrøðuna hjá forsætisráðharranum, og tá fáa teir báðir føroysku fólkatingslimirnir høvi til at gera sínar viðmerkingar til røðuna. Fýra milliónir til at skifta tøkni Útvarpið og Sjónvarpið fáa nú pengar til at skifta gomlu útgerðina út við nýggja digitala tøkni Stórur partur av útgerðini hjá Útvarpinum og Sjónvarpinum eru í so ringum standi, at hon er um at ganga fyri. Tí skulu ÚF og SvF hava pengar til keypa nýggja útgerð fyri. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2001 skjýtur landsstýrið upp, at fýra milliónir krónur verða avsettar til at keypa nýggja útgerð fyri. Útvarpið skal hava eina millión og Sjónvarpið tríggjar. Ætlanin er at hendan játtan skal halda fram næstu árini. Sum nú er, nýta ÚF og SvF analoga tekniska útgerð. Henda analoga tøknin er dýr at viðlíkahalda, og tað gerst alsamt truplari at fáa hendur á eykalutum, verður sagt í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið Víst verður á, at um allan heim leggja sjónvarps og útvarpstøðir um til nýggjar digitalar framleiðslu og sendihættir, og stórar íløgur verða gjørdar í útbúnað, sum byggir á teldutøkni. Neyðugt við nógvum pengum Landsstýrið heldur, at nýggja digitala tøknin fer at lætta um á nógvum økjum. Landsstýrið hugsar millum annað um sambandið millum meginøkið og útjaðaran, og møguleikarnar fyri tættari samstarvi millum stovnarnar, eitt nú millum Sjónvarp Føroya og skúlaverkið, felagsskapir og einstaklingar. Nýggja tøknin skapar sum heild eisini nýggjar møguleikar hjá stovnunum, verður sagt í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið. SvF og ÚF hava gjørt heildarætlanir fyri sjálvt umskiftið til digitalu tøknina. Neyðugt verður at fremja munandi íløgur á hesum øki tey næstu árini. Byggja nýggj undirvísingarhøli Studentaskúlin í Suðuroy hevur sera átrokandi tørv á nýggjum og betri undirvísingarhølum Tí skjýtur landsstýrið upp, at skúlin fær eina løgujáttan upp á 800.000 krónur á fíggjarlógini næsta ár. Landsstýrið ætlar at seta fýra milliónir afturat av í 2002 til sama endamál. Játtanin er ætlað til projektering og bygging. Meira pengar til orðabøkur Komandi ár skal ein millión meira brúkast av almennum pengum til at gera orðabøkur Í fjør var játtanin 400.000 krónur, men sambært fíggjarlógaruppskotinum skal hon næsta ár verða 1,4 milliónir. Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at hækkingin verður gjørd sambært løgtingssamtykt til økt virksemi á økinum. Fleiri nýggjar orðabøkur eru í gerð, og tørvurin á fígging til hetta virksemi er sera stórur. Játtanin fer til at stuðla orðabókagerð, so at føroyingar skulu hava orðabøkur tøkar úr og í fremmant mál. Arbeitt verður við at samskipa verandi orðabókavirksemi. Tikið avgerð um hvussu skuldin skal fíggjast Næstu tvey árini minkar skuldin hjá Klaksvíkar kommunu niður í eina álíkning Klaksvík: Nú er greitt, hvussu skuldin hjá Klaksvíkar kommunu skal fíggjast. Klaksvíkar kommuna skyldar sum er 125 milliónir krónur, og av hesum verða 75 milliónir við í loysnini hjá Landsbankanum, meðan hinar 50 milliónirnar verða fíggjaðar av ymsum peningastovnum. Næsta ár skal Klaksvíkar kommuna gjalda stívliga 21 milliónir krónur í rentum og avdráttum, men hendan upphædd minkar niður í góðar 18 milliónir næstu árini, sigur Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík. Síðst í 2002 er skuldin hjá kommuni væntandi komin niður á eina álíkning. LV skal avgera um arbeiði skulu bjóðast út Landsverkfrøðingurin skal meta um, um arbeiði at gera vegir og tunnlar skulu bjóðast út til privatar at kappast um, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum Tjóðveldisflokkurin heldur tað ikki verða rætt, at tað skal vera ein meginregla, at arbeiði at gera vegir og tunnlar í Føroyum skal bjóðast út í fríari kapping millum privatar arbeiðstakarar. Landsverkfrøðingurin hevur stóra vitan og nógvar royndir, og tí skal tað verða hann, sum í hvørjum einstøkum førði skal meta um, um arbeiði, sum vanliga eru almenn, skulu bjóðast til privatar at kappast um, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum. Í leygardagsblaðnum avdúkaði Bjarni Djurholm, sum er landsstýrismaður í samferðslumálum, at framyvir skal tað verða meginreglan, at øll nýgerð av vegum í Føroyum skal bjóðast í fríari kapping millum privatar arbeiðstakarar. Harafturat skulu færri verkætlanir verða á skránni í senn, so arbeiðini verða gjørd skjótari og meira effektivt. Vit skulu í framtíðini ikki spreiða pengarnar út til eina rúgvu av verkætlanum kring alt landið, so tað ganga ár, áðrenn arbeiðini gerast liðug. Vit skulu hava færri verkætlanir, sum ganga skjótari fyri seg, tí á tann hátt fáa vit sum mest burtur úr pengunum, segði Bjarni Djuholm millum annað við Sosialin leygardagin. Eisini LV Høgni Hoydal eru ikki samdur í hesum. Hann heldur, at Landsverkfrøðingurin skal fáa arbeiðini gjørd á besta og smidligasta hátt, men at tað ikki altíð loysir seg at bjóða arbeiði út til privatar at kappast um. Um arbeiðini skulu gerast av privatum, skal tað verða ein meginregla, at arbeiðini skulu bjóðast út, men landsbúskaparliga loysir tað seg verri enn so altíð at gera arbeiðini liðug upp á tilboð. Hetta tí at landskassin hevur ikki ráð til tað, og tí at íløgurnar mugu spjaðast kring landið, so eitt øki í landinum ikki verður upphitað, sigur Høgni Hoydal. Landsverkfrøðingurin skal eisini framyvir gera arbeiði, har tað loysir seg betri til dømis tunnilsboringar, viðlíkahald og smærri verkætlanir. Tað hevur Landsverkfrøðingurin verið noyddur at gera gjøgnum tíðirnar, millum annað tí, at eingin annar var førður fyri tí í Føroyum. Tað er neyðugt at hava ein sterkan tekniskan stovn, sum kann savna serfrøði og tryggja, at vitan ikki gleppur okkum av hondum. Eingin ideologisk krossferð Høgni Hoydal heldur, at Landsverkfrøðingurin hevur havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið, og at hann skal eisini framyvir hava ein týðandi leiklut í útbyggingini av samferðsluni. Hann skal standa fyri øllum arbeiðum, tí hann hevur neyðugu vitanina og royndirnar, og tað skal hann framhaldandi hava. Tað skal ikki verða ein ideologisk krossferð hjá Fólkaflokkinum, at nú skulu privatir arbeiðstakarar gera allar vegir og tunnlar í Føroyum. Slíka meginreglu vilja vit ikki hava, men vit vilja vera við til at tryggja,at almenna uppgávan at at útbyggja samfrðslukervið verður gjørt sum best og bíligast. Høgni Hoydal sigur, at Landsverkfrøðingurin hevur virksemi ymsastaðni í landinum, og at tað eisini liggur eitt sosialt fyrilit í hesum. Tað ætlar Tjóðveldisflokkurin ikki at venda sær frá. Smærri vegaarbeiði í smábygdum hava verið gjørd soleiðis,at Landsverkfrøðingurin setur fólk á staðnum at gera tey, og tað kann framvegis vera skilagott, heldur Høgni Hoydal. Veðrið Lágtrýstið í útsynning úr Írlandi fer fyrst móti Bretsku Oyggjunum, seinni móti Íslandi. Lágtrýstið vestanfyri Føroyar fer norðureftir, men ein hátrýstryggur í landsynning úr Hvarvinum verður væntandi yvir Føroyum fríggjamorgunin. Veðrið í dag: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og regn. Seinnapartin hvassur vindur av útsynningi og ælingur. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið hósdagin: Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið fríggjadagin: Fyrrapartin lot av ymusm ættum og yvirhøvur turt og sólglottar, men seinnapartin upp í hvassan vind av suðri og útsynningi og eitt skifti regn. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Hvassur vindur av útsynningi og regn, men sunnudagin minni vindur og sólglottar, tó okkurt ælið. Hitin millum 9 og 13 stig. Í gjár: Lágtrýstið í útsynning úr Írlandi fer fyrst móti Bretsku Oyggjunum, seinni móti Íslandi. Í dag: Lágtrýstið vestanfyri Føroyar fer norðureftir, men ein hátrýstryggur í landsynning úr Hvarvinum verður væntandi yvir Føroyum fríggjamorgunin. Ongin ábending um prísbroyting á fiski Næsta ár metir Fiskirannsóknarstovan, at vit fara at fiska 69.000 tons av toski, hýsu, upsa og kongafiski undir Føroyum Fiskiskapurin hevur sera stóran týdning fyri búskaparligu gongdina og búskaparliga vøksturin í Føroyum. Og, hvat fiskiskapi viðvíkur, er tað serliga fiskiskapurin eftir botnfiski undir Føroyum, sum hevur áhuga, tí júst hesi fiskasløgini eru týdningarmikil fyri framleiðsluna og virksemið á landi. Í einum yvirliti, sum fylgir við uppskotinum til fíggjarlógina, sum varð lagt fyri tingið herfyri, metir Fiskirannsóknarstovan, at vit fara at fiska tilsamans 69.000 tons av toski, hýsu, upsa og kongafiski komandi ár. Í ár verður fiskiskapurin av hesum fýra fiskasløgunum mettur til 77.000 tons, tvs, 18.000 tons av tpski, 22.000 tons av hysu, 31.000 tons av upsa og 6.000 tons av kongafiski Í yvirlitinum hjá Fiskirannsóknarstovuni, standa tølini fyri fiskiskapin eftir hesum fýra botnfiskasløgunum hesi seinastu árini, umframt at metingar eru gjørdar fyri fiskiskapin í ár og næsta ár. Sum tað sæst, er fiskiskapurin eftir toski minkaður úr 37.000 tonsum í 1996, niður í 18.000 tons í fjør, og tað eru ongi útlit fyri, at gongdin fer at venda í bræði. Hýsufiskiskapurin er rættiliga støðugur og upsafiskiskapurin veksur støðugt. Eftir tilmælinum frá ICES, skal fiskiskapurin eftir toski ikki fara upp um 16.000 tons í 2001, fiskiskapurin eftir hýsu ikki upp um 22.000 tons og upsafiskiskapurin ikki upp um 17.000 tons. Hinvegin hevur løgtingið ásett, at fiskidagatalið skal verða tað sama næsta ár, sum í ár. Men vit eiga ikki at vænta betri fiskiskap komandi ár. Tað er heldur ikki væntandi, at okkara kvotur aðrastaðni verða nógv øðrvísi enn í ár, hóast stórar broytingar eru hendar viðvíkjandi teimum einstøku fiskasløgunum. Eitt nú er botnfiskakvotan í Barentshavinum nógv skerd frá 1998 til í ár. Sostatt er íkastið av fiskivinnuni til samfelagsbúskapin minkað seinastu árini. Hinvegin er eftirspurningurin eftir fiski stórur. Harafturat er prísurin høgur og framleiðsluvirðið høgt. Umframt útboðið av fiski á heimsmarknaðinum, eru tað nógv onnur viðurskifti, sum kunnu ávirka prísin á fiskim, men í løtuni er onki, sum bendir á, at prísirnir fara at broytast stórvegis. Eitt nú verður nógv gjørt uttanlands fyri at fáa fólk at eta meiri fisk. Harafturat gera sjúkur í hønungum, neyta og oksakjøti, o.ø. sítt til, at stimbra eftirspurningin eftir fiski. Yvirlitið, sum fylgir við fíggjarlógini vísir eisini, at umframt skip, stavar nógv tann størsti parturin av vøkstrinum í útflutninginum frá laksi og síli, men eisini útflutningurin av saltfiski er nógv vaksin. Hinvegin er útflutningurin av frystum og ísaðum fiskaflaki minkaður eitt sindur. Útflutningurin av fiskavørum til ídnað er eisini minkaður nakað. Hinvegin verður mett, at útflutningsvirðið av alivinnuni fer at verða 1,5 milliard longu í 2002. Í fjør var tað 880 milliónir. Sostatt fer alivinnan at standa fyri bróðurpartinum av føroyska útflutninginum um heilt fá ár. Vit hava fingið 10% meiri í løn Tað gongur enn framá hjá føroyingum. Bara átta teir fyrstu mánaðirnar í ár hava føroyingar fingið næstan líka nógv í løn sum alt 1995 tilsamans Tað gongur framvegis væl hjá føroyingum. Í hvussu so er um vit hugsa um pengar. Tey feskastu tølini vísa, at átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, vóru lønargjaldingarnar í Føroyum 10% hægri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Nýggjasta yvirlitið frá Hagstovu Føroya vísir, at frá 1. januar til 31. august í ár fngu føroyingar 3.142 milliónir í lønum. Átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør fingu vit 2.851 milliónir í løn. Her er talan um útgoldnar A inntøkur. Arbeiðsloysisstuðul, almannaveitingar og annað, er ikki talt upp í. Sostatt hava vit átta teir fyrstu mánaðirnar í ár forvunnið næstan líka nógv, sum vit gjørdu alt 1995, sum var ringasta kreppuárið, tá vóru lønargjaldingarnar í Føroyum 3.221 milliónir, ella bara 79 milliónir enn fyri átta teir fyrstu mánaðirnar í ár. Taka vit so metárið 1989, vóru lønargjaldingarnar tað árið 4.432 milliónir. Í høvuðsheitum kann sigast, at tað eru í framleiðsluvinnunum, at tann størsta framgongdin er, ímeðan tær almennu tænasturnar eru hækkaðar nógv minni. Í tí, sum er framleiðsluvinnur burturav, fiskiskapur, fiskavirki, skipasmiðjur og ídnaður av alskyns slag, eru lønargjaldingarnar átta teir fyrstu mánaðirnar í ár hækkaðar 11%. Í tí, sum kemur undir byggivinnuna, handil, flutning og ymsar tænastur, hevur vøksturin verið 13% átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti í fjør. Hinvegin hevur vøksturin í almennum tænastum bara verið 6% hesa tíðina. Sostatt sæst eisini, at ímeðan vøksturin í almennum tænastum hevur ligið rættiliga støðugt ímillum 6-8% tey seinastu fýra árini, hevur gongdin í framleiðsluvinnuni verið rættiliga skiftandi. Frá 1997-1998 vuksu lønargjaldingarnar í framleiðsluvinnuni heili 15%, men frá 1998-1999 var vøksturin bara 3%. Síðani hevur vøksturin so aftur verið 11% átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti í fjør. Í byggivinnuni, í handli og í tænastuvinnuni, hevur gongdin verið eitt sindur støðugari, har hevur vøksturin ligið ímillum 9 og 11%, men átta teir fyrstu átta mánaðirnar í ár var vøksturin 13% afturímóti tíðini frá januar til august í fjør. Fiskimenn tjena mest Tey nýggjastu tølini vísa, at ikki óvæntað kemur størsta íkastið til lønargjaldingarnar frá fiskimonnum. Átta teir fyrstu mánaðirnar í ár fingu fiskimenn 517 milliónir í løn, afturímóti 482 milliónum í sama tíðarskeiði í fjør. Næststørsti bólkurin er almenna fyrisitingin, sum betalti 476 milliónir í lønum átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti 434 milliónum í somu tíð í fjør. Og Almanna og heilsuverkið eigur triðja plássið við 372 milliónum í lønargjaldingum í januar til august í ár, afturímóti 347 milliónum í fjør. Næststørsti bólkurin í privatu vinnuni er innan handil og gisting, har lønargjaldingarnar vóru 296 milliónir átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti 271 milliónum átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Men eisini í fiskivinnuni á landi, hevur talan verið um ein vøkstur, tí átta teir fyrstu mánaðirnar í ár vóru lønargjaldingarnar har 224 milliónir, aftur ímóti 196 milliónum í sama tíðarskeiði í fjør. Ein góð ábending Gongdin í lønargjaldingunum geva eina góða ábending um vøksturin í samfelagnum, tí lønargjaldingarnar verða mettar at verða umleið 65% av bruttotjóðarúrtøkuni. Og í einum yvirliti, sum landsbankin hevur gjørt, sæst, at hesi seinastu árini hevur bruttotjóðarúrtøkan verið í 1995 5.322 mió, í 1996 5.738 mió, í 1997 6.167 mió, í 1998 6.959 mió og í fjør 7.503 mió. Kanna avleiðingar av vandamiklum evnum Í Norðurlandahúsinum sita 22 granskarar úr londum kring Norðpólin og gera metingar um tær upplýsingar, sum eru komnar fram viðvíkjandi vandamiklum evnum í fólki Granskararnir hava allir tilknýti til AMAP, Arctic Monotoring an Assessment Program. Tað vóru ráðharrar úr londunum kring pólin, sum fyrst í nítiárunum eftir at jarntjaldið fall, tóku stig til at savna allar upplýsingar um dálking í póløkinum. Londini vóru bangin fyri, at verri stóð til enn fólk grunaðu, og tí skuldi farast undir eina skipaða eftiransing av póløkinum. AMAP er í ymsum bólkum. Tann, sum er í Norðulandahúsinum hesar dagarnar, er Human Health Expert Group. Hann tekur sær mest av heilsuni hjá fólki, meðan aðrir bólkar fyrst og fremst fylgja við geislavirkni og veðurlagsbroytingum. Póløkið er sera viðbrekið, har lítið er av vøkstri og djóralívið ikki er so fjølbroytt. Tí kann dálking gera størri skaða enn aðrastaðni á jørðini. Hetta ger tað neyðugt at fylgja væl við tí, sum fyriferst í økinum. Gott høvi Pál Weihe umboðar Føroyar á fundinum, og er tað føroyska umboðið hjá Føroyum í AMAP. Hann heldur, at hetta er eitt sera gott høvi hjá føroyingum. Vit í Føroyum hava verið virkin innan heilsuøkið í fleiri ár. Hetta er tí eitt gott høvi hjá okkum í einum skipaðum forum at samanbera upplýsingar, sum eru fingnar til vega í øðrum londum, sigur Pál Weihe. TIl viðgerðar á fundinum verða mátingar av dálkandi evnum í menniskjum, sum búgva runt um Norðpólin, og hvørji skaðilig árin hesi evni kunnu hava á heilsuna hjá fólki. Tann føroyski bólkurin fer til næsta fundin at leggja fram eina føðslukanning av barnakonum í Føroyum. Henda kanningin verður gjørd nú og verður væntandi klár at almannakunngera í vár, tá næsti fundurin er settur á skránna. Tað er týdningarmikið, at vit, sum liva og á markinum millum póløkið og evropeiska meginlandið, eru við í arbeiðnum at verja tey áhugamál, sum vit hava felags við onnur lond um okkara leiðir, sigur Pál Weihe. Hetta kann eisini brúkast seinni sum eitt politiskt argument móti teimum londunum, sum dálka mest og eru við til at hótta okkara lívsgrundarlag, men fyrst mugu vit staðfesta og prógva dálkingina, sigur Pál. Frágreiðing í 2002 Henda frágreiðingin, sum bólkurin er í gongd við nú, verður væntandi liðug og kemur út á prenti í 2002. Fyrsta frágreiðingin var liðug í 1996 og varð almannakunngjørd tvey ár seinni. Seinastu árini eru russiskir granskarar komnir meira við í arbeiðið, og tað er ógvuliga týdningarmikið, tí ein stórur partur av økinum kring pólin er russiskt. Russland hevur altíð verið limur í AMAP, men hevur ikki verið miðvíst við frá byrjan. Fundast varð 2. og 3. oktober, og luttakararnir fara av landinum mikudagin. Ferðalagið kom til Føroyar leygardagin, og sunnudagurin varð nýttur at síggja landið. Teir 22 granskararnir eru úr Sibiria, Finnlandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Føroyum, Íslandi, Kanada og Alaska. Venda ikki aftur til studning hóast oljuprísurin er høgur og møguliga verður enn hægri sigur løgmaður í viðmerking til úttalilsi frá formanninum í Reiðarafelagnum um, at flotin verður lagdur hækka oljuprísirnir meira Jan Müller Støðugt hækkandi oljuprísurin er vorðin ein so mikið stórur trupulleiki fyri føroyska fiskiflotan, at formaðurin í Reiðarafelagnum herfyri hótti við at leggja flotan, um prísurin helt fram at vaksa. Anfinn Kallsberg, løgmaður ásannar í eini viðmerking, at høgi oljuprísurin er ein stórur trupulleiki fyri okkara vinnulív serstakliga men viðgongur samtíðis, at landsstýrið fær ikki gjørt nógv. Vinnan í Føroyum er jú frítikin fyri ein rættiliga stóran part av avgjøldum. Vónandi klárar vinnan henda eyka kostnaðin. Sjálvur vóni eg, at prísurin fer at lækka nakað aftrat og stabilisera seg. Uppá fyrispurning um landsstýrið fer at lata fiskivinnuni studning, um oljuprísurin fer at hækka uppaftur meira sigur løgmaður, at tað er skeivt nú at fara at lata studning til vinnuna, tí vit hava bart okkum burtur úr øllum studningi og tilskotum og hava roynt at laga vinnuna soleiðis, at hon ikki er tyngd av almennum avgjøldum osfr. Tað er avgjørt óheppið at fara inn aftur við stuðuli. Eg vóni heldur ikki, at tað kemur hartil, at hesin spurningurin verður aktuellur. Løgmaður vísir annars á, at tað var sera óheppið, at vit fingu so høga hækking í oljuprísinum eftir at bryting varð gjørd í oljugjaldinum. Hevði tað ikki verið gjørt, so hevði tað merkt eini 30-40 oyru uppá litum tann betra vegin. Hevði gamla skipanin verið galdandi, so hevði tað verið tað bíligari. Løgmaður sigur annars, at vit hava jú bæði avgjaldsskipan og skattaskipanina til viðgerðar í løtuni. So er spurningurin, hvar tú leggur uppí fyri at lætta um um trýstið. Tað er í hvussu er ætlanin hjá samgonguni at lætta um trýstið og serstakliga skattatrýstið á lægri inntøkurnar. Persónliga dámar mær betur at lætta um skattatrýstið enn um avgjaldstrýstið. Uppá fyrispurning um fólkaflokkurin kemur við einum uppskoti um skattalætta fyri lægri inntøkurnar sigur løgmaður, at hetta er ein samgonguspurningur. Tað stendur jú í samgonguskjalinum, og tað fara vit at royna at gera til veruleika. Verandi útbjóðing góð Jan Müller Tað varð skeivt ikki at lata oljufeløgini bjóða pengaupphæddir uppá boriloyvini, sum nú eru latin. Hetta segði formaðurin í Búskaparráðnum, Herman Oskarsson við Útvarp Føroya í farnu viku. Hann heldur tí, at næstu ferð, tá oljuteigar aftur verða bodnir út um eini seks ár, eigur hetta at verða gjørt við veruligari marknaðarútbjóðing. Hann sigur hetta í sambandi við orðaskifti, sum hevur tikið seg upp um, at tað er ikki rætt, at einstaklingar, sum fáa fiskidagar tillutaðar frá tí almenna ókeypis kunnu selja teir víðari til onnur fyri okursprís og harvið ríka seg upp. Herman Oskarson heldur ikki tað er rætt, at samfelagið letur rættindi til fiskatilfeingi, aliloyvi ella oljuloyvi fyri einki til persónar ella feløg. Talan er um at selja fyrstsahondsrættindi til ymisk sløg av tilfeingi. Talan kann einsvæl vera um vatn úr undirgrundini sum olju, aling ella fisk. Vit hava spurt Anfinn Kallsberg, løgmann, hvørja viðmerking hann hevur til úttalilsini um oljuútbjóðingina. Eg skilji ikki rættuliga, hvat tað er, sum formaðurin í Búskaparráðnum mælir til. Tí tað vit hava gjørt í útbjóðingini er ein samanseting av ymsum viðurskiftum, sum eru til størst gagn fyri Føroyar og føroyingar. Tvs. partafelagsskatt, framleiðslugjald og serskatt umframt onnur krøv til loyvishavararnar. Tað hann tosar um er rein auktión av loyvum. Løgmaður heldur, at annað enn at halda eina auktión kann gagna Føroyum í sambandi við útbjóðing til oljuleiting. Tað kunnu vera onnur element, sum tala fyri eini positivari ávirkan í samfelagnum at tað eru tikin onnur atlit enn júst krónu og oyru í eini auktión. Tí haldi eg, at tey loyvini, sum eru givin, eru avvegað á ymsan hátt. Tað er eisini tað, sum okkara serfrøðingar hava mælt okkum til sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Gríma aftur til brots Niðri á gamla meiðarínum rokast tey við at leggja seinastu hond á sjónleikin Krypilin úr Inishmaan. Eisini er skráin løgd fyri næsta leikárið fram til næsta summar, og nógv spennandi verður at gleða seg til 7. oktober ber til at seta seg væl til rættis á Meiarínum fyri at síggja nýggja leikin, sum Gríma hevur sett upp. Krypilin úr Inishmaan er ein kendur leikur, sum er skrivaður av 30 ára gamla Martin McDonagh. Hann er úr Onglandi, men av írskari ætt. Leikurin hevur verið vístur um alt Evropa og í Amerika. Eisini er hann sloppin framat í tjóðleikhúsinum í London. Martin McDonagh hevur latið sjey leikir úr hondum, og fleiri teirra hava verið virðislønarverdir. Níggju leikarar eru við. Seks teirra eru limir í leikbólkinum Grímu, meðan hinir tríggir eru læntir áhugaleikarar. Leikararnir Ria Tórgarð, Birita Mohr, Egi Dam, Hans Tórgarð, Kristina Hansen og Páll Danielsen eru úr Grímu. Umframt tey eru Hallur Hjalgrímsson úr Havn, Jógvan Salomon Joensen úr Gøtu og Adelborg Linklett úr Klaksvík eisini við. Leikstjóri er Eyðun Johannesen, sum er komin heim til Føroyar fyri at vera. Umframt at leikstjórna leikinum tekur hann sær eisini av pallmyndini. Leikurin fer fram í 1934, tá eitt lið at filmssjónleikarum kemur til lítla oyggjasamfelagið Aran vestanfyri Írland. Alt er á gosi av hesi forkunnugu vitjan. Leikurin rúmar beinrakið skemt, men er samstundis ein grípandi søga um foreldraleysa krypilin, sum býr hjá tveimum gomlum gentum. Leikurin er valdur, tí hann hevur bæði gaman og álvara. Leikurin minnir um tað føroyska veðurlagið, og hann broytist, sum ljósið broytist. Hann er bygdur upp sum eitt slag av eini kriminalsøgu. Beint sum áskoðarin heldur seg hava funnið útav tí, hendir okkurt nýtt, og so hevur tú ikki funnið útav tí hóast alt, sigur Eyðun Johannesen, leikstjóri um leikin. Eg gangi ikki til sjónleik. Tí skrivi eg leikir, sum eg kundi hugsa mær at sæð, um eg gekk til sjónleik, sigur maðurin aftanfyri leikin Martin McDonagh. Umframt henda leikin, er ein annar leikur á skránni hetta leikárið. Miðskeiðis í mars mánaði næsta ár verður leikurin hjá Jóanesi Nielsen frumsýndur. "Eitur nakað land Week-end?" er heitið á leikinum. Leikritið vann leikritakappingina, sum Leikpallur Føroya skipaði fyri. Teir á Meiarínum lótu ikki boðini sita á sær, men fingu hendur á leikinum og avgjørdu, at hann var verdur at seta upp. Hesin leikurin vísir nakrar síður, sum vit ikki hava sæð í skaldskapinum hjá Jóanesi fyrr, men tað er tó enn tann sami Jóanes, sigur Eyðun Johannesen, sum eisini skal leikstjórna tann leikin. Leikararnir verða Egi Dam, Kristina Hansen, Birita Mohr, Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð. Stamen Stanchev fer at skriva nýggjan tónleik til leikin. Jørgen-Frantz og Poul F Umframt teir báðar stóru leikirnar verður nógv annað virksemi á Meiarínum, sum skal stytta fólki um tey longu vetrarkvøldini. Tveir teir seinastu mánaðirnar í hesum árinum verður skipað fyri kvøldsetum fyri vaksnum á Gamla Meiarínum. Hetta eru frásøgukvøldini, sum næstan er vorðin fastur táttur. Í sambandi við at 100 ár eru síðani, at Jørgin-Frantz Jacobsen varð borin í heim, verður hansara skaldskapur eitt av evnunum. Eisini verður nomið við Poul F, og Birita Mohr og Hanus Johansen fara at lesa nakað av hansara skaldskapi. Annars verður Nobelvinnarin Dario Fo eisini á skránni saman við frásagnum úr Havnini. Umframt hetta eru tey so smátt farin undir at fyrireika eina jólakabarett, og Café-kvøld við upplestri, leikbrotum og tónleiki verða eisini á skránni í vetur. Av Gamla Meiarínum verður sagt, at hetta er eitt stað, sum er komið fyri at vera. Hetta er triðja árið, at Gríma húsast á Meiarínum. Ein fastur fyrisitari er nú eisini settur í starv. Tað er Jenny C. Petersen. Hon hevur arbeitt innan sjónleik í Noregi í eini tíggju ár og hevur tískil tær neyðugu royndirnar. Bøtið um fiskidagaskipanina heldur enn at koldøma hana sigur løgmaður, sum vísir á, at einstøk ekstrem dømi uppá misbrúk eiga ikki at forkoma eini annars góðari skipan åJan Müller Anfinn Kallsberg, løgmaður er bert lutvíst samdur við formanninum í Javnaðarflokkinum og øðrum, sum siga, at fiskidagaskipanin er órættvís og ónýtilig í verandi líki. Sjálvandi hava vit nakrar trupulleikar, tá vit hava nøkur fiskiloyvi, sum verða seld við ovurhonds vinningi. Men man skal skilja eitt sindur ímillum her. Eg haldi tað er heilt rímuligt, at ein ungur maður, sum fær eitt fiskiloyvi, stríðist alt sítt lív á sjónum og tá hann er komin upp í árini ætlar at selja bæði bát og fiskiloyvi, kann selja og fáa nakað burturúr. Tað er væl at meta sum hansara pensión. Hinvegin haldi eg, at vit mugu hyggja eftir, um tað er rætt, at ein persónur kann keypa eitt loyvi í dag og selja tað aftur í morgin við ovurstórum vinningi. Løgmaður heldur sjálvur, at núverandi skipan er góð men vísir til, at einhvør góð skipan kann verða undirgrivin av nøkrum heilt serstøkum tilburðum, og tað eigur ein góð skipan ikki at verða koldømd uppá. Tá mugu vit heldur leggja uppí og rætta hana til. Løgmaður heldur annars, at tað kenst í so ógvusligt, tá eitt nú Javnaðarflokkurin markerar seg í hesum máli. Tað virkar fyri sær, at nú skal ein bara finna nøkur ekstrem dømi. Tú førir ikki politik uppá ekstrem dømi, men sjálvandi skal tú syrgja fyri, at eru órímuligheitir í eini lóggávu, so má hon rættast sigur løgmaður, sum vísir á, at fiskiloyvi eru ein fortreyt fyri eini vinnu. Tí ber ikki til út frá onkrum einstøkum dømi at kolldøma skipanina. Fiskivinnupolitikkurin verður endurskoðaður í løtuni og rokni eg vit, at hatta eisini er uppi í. Tað loysir seg at stríðast fyri barnaansing Foreldrafelagið hevur seinastu tíðina harðliga hartað býrráðið fyri at hava gjørt ov lítið fyri barnaansingina. Og tað er rætt. Men so harðliga, sum farið verður fram, er tað mest sannlíkt, at tað verða tey, sum hava gjørt mest fyri barnaansingina, sum verða harðast rakt. Javnaðarflokkurin kundi valt at staðið uttan fyri alla ávirkan. So vóru eingin pláss komin. Javnaðarflokkurin valdi at taka ábyrgd. Tí eru tey pláss komin, sum hóast alt eru komin. Og tað eru ikki so heilt fá, ikki færri enn 367, tá ið alt er liðugt, sum er ígongd nú, umframt 250 frítíðarpláss. Men vøksturin hevur verið stórur. So stórur, at bíðilistin enn er umleið 400 børn. Javnaðarflokkurin hevur nú lagt uppskot fyri býráðið, har sett verður sum mál at nøkta allan ansingartørv innan 2003. Hetta verður av nøkrum skírt sum optimistiskt. Tað er møguligt. Men tað er tá fragari at seta sær eitt mál, enn einki at seta sær. Og sum nú er, er tað gjørligt. Tá hetta valskeiðið byrjaði, var kreppan enn ikki av, og málini, sum sett vórðu, lógu væl longri frammi enn tey, sum sett verða í dag. Tá var sett sum mál, at vit skuldu nøkta allan ansingartørv í 2006. Í dag seta vit málið til 2003. Og málið er, at tað skulu verða mennandi ansingarpláss, sum skulu bjóðast børnunum. So sigið ikki, at einki er komið burtur úr. Javnaðarflokkurin hevur fingið alt býráðið at ganga við til at fáa barnaansing til øll. Og tað er ikki hent áður. Sjálvandi hevur foreldrafelagið eisini stríðst fyri tí. Sjálv var eg ein av teimum, sum endurstovnaðu felagið í 80'unum. So haldið tit bara áfram at stríðast. Ansið bara eftir, at tá tit sláa, at tit ikki sláa í blindum og harvið eisini sláa tykkara viðspælarar. Eg havi roynt mítt, men Javnaðarflokkurin kann ikki bara taka øll hini av ræði og kroysta sína meining yvir høvdið á teimum. Vit hava hóast alt demokrati. Til seinast: Mín og Javnaðarfloksins hjálp skal ikki tróta. Tað vita tit. Men tað er eisini neyðugt at stríðast við skili. Gera vit ikki tað, so seta vit okkum uttan fyri alla ávirkan. Og so er einki vunnið. Javnaðarflokkurin vil stríðast fyri 100 prosent barnaansing. Tað er avgjørt neyðugt, um Havnin skal gerast ein livandi býur. Elin Lindenskov, býráðslimur Javnaðarflokkurin www.lindenskov.com Ólóglig prutl í Havn Í einstøkum skúlaflokkum í Havn eiga meira enn triðingur av næmingunum prutl. Næmingarnir ganga í einstøkum førum saman um at keypa fleiri sama slag "scootarar", og søgur ganga millum næmingarnir um, at onkur seljari "tunar" motorarnar fyri teir, so prutlini koyra yvir 90 km/t. Hetta er ólógligt, og gevur hækkandi bøtur fyri hvørja ferð, ein tílíkur verður tikin triðu ferð leggur løgreglan eisini hald á prutlið. Løgreglan upplýsir, at tey hava hoyrt søgur um ólógligu viðgerðina av prutlunum, men eingin ákæra er enn reist móti nøkrum seljara fyri ólógligu "tuningina", tí løgreglan hevur einki stakt mál, har nakar stendur fram sum vitni. Tørvandi nummarspjøldur Fólk, serliga í Havnini, finnast at, at tey illa fáa boðað frá ólógligari prutlkoyring, tí øll prutlini tykjast rættiliga eins, og eingi frámerki eru longur á prutlunum, so tey kennast ikki at. Spurt verður, hví prutlini ikki hava nummarspjøldur longur. Til tað er at siga, at tey spjøldrini, prutlini høvdu, vóru tryggingarspjøldur, latin av Tryggingarfelagi Føroya, og ikki av Bileftirlitinum. Síðani Tryggingarfelagið gavst at nýta hesi spjøldur hava prutlini eingi frámerki havt. Løgreglan upplýsir, at tað hevði verið ynskiligt við nummarspjøldrum. Lyktakanningin í oktober Árliga lyktakanningin verður í døgunum 16. til og við 29. oktober. Eins og seinast verða latnir vinningar, áfyllingar av olju og bensini. Kanningin verður skipað á sama hátt sum í fjør, og nærri verður kunngjørt um hetta seinni. Býráðið á fund í Aberdeen Ein nevnd frá Tórshavnar Býráð legði í gjár leiðina til Aberdeen á fyrsta fundin millum býirnar Býráðini í Tórshavn og Aberdeen hava undirskrivað eina samstarvsavtalu. Nú verður fyrsti fundurin millum býirnar. Nevndin fór úr Føroyum sunnudagin og kemur heimaftur mikudagin 4. oktober. Avtalan hevur millum annað til endamáls at menna vinnusamstarvið millum býirnar. Eisini kann Tórshavnar Býráð fáa góð ráð í sambandi við eina komandi oljuvinnu. 23. august í ár gjørdi Tórshavnar Býráð eisini samstarvsavtalu við Stavanger í Noregi. SíS Tillukku vágbingar Tað var stuttligt at vera suðringur í Havn leygardagin, tá VB vann føroyameistaraheitið í fótbólti, hetta var eitt so positivt upplivilsi, at tað má vera eina tøkk verda. Hetta at sita so nógvir suðringar saman og vera sum ein maður, tað í sjálvum sær var veldugt, og so tá málini komu og tá fór sum heitur ylur gjøgnum mannamúgvuna og øll somul lupu á føtur í senn í sigursfrøði, tað má bara upplivast. Sjálvt tann, sum lítlan áhuga hevur fyri fótbólti, verður rivin við, tá tað gongst so væl. Sigurin var uppiborin og tað sást eisini á tí stóru mannamúgvuni, sum var komin á keiina í Havn at fagna sigursharrunum, at tey veruliga untu vágbingum henda sigu, tað vóru bara smílandi fólk at síggja og sum heilsaðu okkum, tá skipið fór frá bryggjuni. Ferðin suður var ein stórur sigursrómur, sum vit fara at minnast leingi. Veðrið var av tí allar fagrasta, ikki ein ond, og longu tá vit komu inn um Porkerisnes sóu vit tær fyrstu rakettirnar verða sendar upp sum heilsan til meistararnar. At vera við Smyrli hetta silvitniskvøldið inn eftir Vágsfirði var nakað, sum øll fara at minnast, øll hesi føgru ljós, sum speglaðust í tí blanka sjónum, bygdin upplýst av ymsum brennandi ljósum, ein bátur kom upplýstur við reyðum faklum ímóti okkum, og so allur riðilin av bilum sum ein perluketa inn gjøgnum bygdina, alt hetta saman gjørdi Vágs bygd veruliga til perluna í Suðuroynni hetta kvøldið. Tá Smyril legði at minti hann mest sum flóttafólkaskipini úr Albania, sum vit hava sæð myndir av, tað hingu fólk allastaðni, men hetta vóru fólk í sigursrómi, sum heilsaðu tí stóru mannfjøld, sum var komin á keiina at taka ímóti VB. Móttøkan var stórfingin, vágbingar eru jú tiknir úr leikum, tá tað kemur til slíkt, so hetta var alt óført. Lat hetta avrikið hjá VB vera íblástur til tað unga fólkið í Suðuroynni. Hesir unglingarnir høvdu sett sær eitt mál og nú er úrslitið har. Hetta hevur kostað nógv stríð og ein ómetaligan vilja, og sjálvt við so lítlum fólkagrundarlagi vunnu teir kortini. Einaferð enn hjartaliga tillukku VB og allir vágbingar, allir suðringar takka fyri avrikið, sum vísir at enn eru knotur í okkum. Viberg Sørensen Oljulond Í hesum døgum verður almikið tosað um tann høga oljuprísin og tær óhepnu fylgjur ein høgur prísur hevur á føroyska búskapin yvirhøvur. Vert er at geva sær far um hvørji lond framleiða olju. Eg skal her geva eitt yvirlit fyri heimsframleiðsluna per dag í Milliónum av tunnum. Ein tunna = 159 litrar av ráolju, ella crude sum er vanliga handilsheitið fyri oljuna. Í løtuna verða dagliga umleið 78 Mtd nýttar globalt. OPEC er so nógv tann størsti oljuframleiðarin og setur hann eisini marknaðarprísin. Harafturat eiga OPEC londini umleið 70 % av heimsins kendu oljureservum. Høgi oljuprísurin kemur av, at so at siga ongar goymslur eru sum kunnu tálma prísin og harnæst er vinnuvirksemi í Vesturheiminum og í Fjareystri í stórum vøkstri við støðugt økjandi oljutørvi. Tey flestu OPEC londini hava yvirhøvur meira ella minni fulla framleiðslu. Undantikið er Saudi Arabia sum hevur møgulleikar at framleiða meira. Vert er at nevna at lond sum Iran og Irak, sum ikki eru vesturheiminum so vinarliga sinnaði allarhelst vildu minkað framleiðsluna um tey høvdu figgjarliga orku til hetta. Saudi Arabia verður nógv stuðlað av USA og er undir ávisum trýsti fyri øktari framleiðslu. Sum kunnugt hevur USA nú latið nakað av sínum tjóðar goymslum av olju út á marknaðin. Hetta verður ikki mett at hava nakran serliga stóran týdning. Vert er at nevna, at Vesturheimurin fær meira í avgaldi av OPEC oljuni enn OPEC londini fáa fyri sjálva oljuna. OPEC hátíðarheldur í hesum døgum 40 ára stovningardag sín í Caracas har OPEC varð stovnað 14 September 1960. Í sambandi við fundin í Caracas sigur OPEC at teir meta ikki at ov lítið av olju er á marknaðinum og at tørvurin fer at verða nøktaður framyvir. Yvirhøvur er misnøgd við høgu prísirnar sum darvar alt kappingarførið og allarhelst verður úrslitið minni oljunýtsla og harav minkandi eftirspurningur við lægri prísum. Slíkar marknaðarregulerandi mekanismur hava vit sæð áður. Verður veturin harafturímóti kaldur kunnu vit vænta sera høgar prísar. Spennandi verður at síggja hvussu marknaðurin fer at laga seg. OPEC LIMALOND IKKI OPEC LIMALOND Algeria 0.85 USA 7.8 Oman 9.2 Indonesia 1.30 Canada 2.6 Syria 0.6 Iran 3.70 Mexico 3.4 Yemen 0.4 Iraq 2.95 Argentina 0.9 Angola 1.3 Kuwait 2.20 Brazil 1.1 Egypt 0.8 Libya 1.45 Colombia 0.8 Congo 0.3 Nigeria 2.05 Ecuador 0.4 Australia 0.6 Quatar 0.70 Danmark 0.3 Kina 3.2 Saudi Arabia 8.60 Noreg 3.2 Indien 0.8 Sameindu Emiratuni 2.30 Stóra Bretland 2.9 Malysia 0.8 Venezuela 2.95 Rusland 6.2 Vietnam 0.3 Opec lond : 29 Mtd Ikki Opec lond : 48 Mtd Johan Mortensen Skotið Eftir góð 10 ár brast aftur. Vón er nú aftur fyri einari oyggj. Vón fyri ein stóran part av øllum føroyingum. Fasta sambandið undir Vestmannasund er nú av álvara farið ígongd. Leingi, alt ov leingi hava vit bíða. Vónandi fer arbeiði at ganga væl. Samferðslukervið: Men eins og hetta arbeiði nú byrjar aftur, er at ynskja, at stóran skommin í føroyska samferðslukervinum, Gásadalur, fær tað samband, aðrar bygdir hava havt í fleiri hundra ár. Eg ynski, at hetta arbeiði byrjar aftur. Sæð í stóra samanhanginum, er tað arbeiði peanuts at gera, tá vit hugsa um fíggjarlógir uppá milliardir! Eisini er neyðugt at nevna flogvøllin, ið neyðugur er at nútíðargera. Bæði vøllur og terminalur mugu gerast og tað er ein skilagóð íløga at fremja. Loysingarbumban má avmonterast: Fyri at útbygging av hesum samfelag skal kunna lata seg gera, er tó neyðugt at samgongan tekur burtur ámonteraðu loysingarbumbuna frá botnventilinum á hesum samfelag. Tí um tað skotið verður sprongt, so fer alt samfelagið til botns. Sambandsflokkurin hevur boð uppá skot í byggja hetta samfelag upp ríkisrættarliga. Núverandi samgonga hevur bert eitt boð eitt skot, ið er ein vanlukka fyri føroysku tjóðina, nevniliga loysing. Neyðugt er at avmontera tað skaðiligu loysingarløðingina og spreingja rætt, fyri at byggja hetta samfelag upp eins og Sambandsflokkurin vil. Vit hava visiónirnar at byggja upp. Tað hava hinir ikki. Tað kostar at byggja upp. Tað kostar at reka hetta samfelag. Tað er ein veruleiki, ið øll mugu góðtaka. Latið okkum byggja land! Latið okkum løða og spreingja rætt! Vinarliga Marjus Dam, løgtingsmaður Til lukku Danmark! Tað sum hendi hósdagin í Danmark var einki minni enn eitt undur. Hóast allir teir danir, sum eru vanir við at stýra og ráða, heittu so inniliga á fólk um at greiða atkvøðu fyri at taka undir við evruni, so segði ein stórur meiriluti kortanei. Orsøkin var tann, at fólk funnu út av, at her var ikki bert talan um pengaseðlar og veksilgjald, men um politikk. Tað evran er, er í veruleikanum ein roynd til at binda londini saman í ein felagsskap, sum tey ikki kunnu sleppa burtur úr. Harvið verður lættari at fáa londini til at ganga við til tað, sum er endamálið: at sjóða saman eitt nýtt heimsveldi, sum skal senda hermenn til at berja niður onnur lond í Afrika og Asia. Tað var hetta, sum danir ikki vildu. Sjálvt um Nyrup og hansara harkalið eru imperialistar, so eru teir vanligu danirnir tað ikki, og nú fingu teir høvi til at gera greitt, at slíkt vildu teir ikki lata um seg ganga. Fyri samráðingarnar um tað føroyska fullveldið var hósdagurin eisini ein vælsignaður dagur. Tað er sera skilagott fyri okkum, tá ið vit gerast eitt sjálvstøðugt ríki, ikki at broyta tann sáttmála vit hava við Danmark um gjaldoyrasamstarv. Á henda hátt sleppa vit frá at viðgera spurningin um gjaldoyra í hesum sambandi. Hetta var eisini tað, Ísland gjørdi, tá tað gjørdist sjálvstøðugt í 1918. Tá var ein sáttmáli millum Norðurlond um, at tey høvdu somu krónu, og Ísland gjørdist partur í hesum sáttmála. Fortreytin í hesum sáttmála var, at krónan hevði eitt fast virði í mun til gull. Tað bar tí ikki til hjá politikarnum og tjóðbankunum at hóreiggja sær sum teir vildu við krónukursini, og fólk kundu hava álit á pengavirðið. Men hvat er hent? Av tí at londini sleptu bindingina til gullið, er pengavirði fallið. Tað sum tá fekst fyri eina gullkrónu, skulu vit í dag gjalda 29 danskar krónur fyri. Hetta hava spekulantar kunnað gjørt sær dælt av, men fyri fólk flest hevur hetta verið ein vanlukka. Tað vísir seg, at tá politikarar sleppa at broyta virði av pengunum, so hava teir fingið eitt vald, sum teir ikki himprast við at misnýta. Hetta hava danskir politikarar gjørt, og siðvenjan í Europa er enn verri enn í Danmark. Øll tey stóru londini har hava havt inflatión í hesi øldini, og tað er ikki so frægt, at brent barn ræðist eldin, tí tey blíva við. Tann týski markurin, sum skal eitast at vera eitt haldgott gjaldoyra, hevur mist yvir helvtina av virði sínum í mun til gull síðan hann varð settur í gildi, og evran, sum skuldi verið betri, hevur mist ein triðing av virði sínum upp á tvey ár. Føroyingar hava altíð verið sparsamir og dugað væl við pengum. Tað býður okkum ímóti at hava nakað við slíkar gummivalutur at gera, og tí er tað gott, at vit við donsku fólkaatkvøðuni hósdagin fingu eitt skotbrá, sum vit kunnu nýta til at finna út av, hvat ið er rætt fyri okkum at taka til ráða í hesum máli. Tí hava vit alla orsøk til at takka tí vanliga danskarnum fyri at hann setti Nyrup og hansara harkalið upp á pláss hósdagin. Zakarias Wang Vinnulívsmál Ongin meining er í, flokkspolitiskt at staðfesta og kunngera, at vit eru fyri einum frælsum vinnulívi, um vinnulívið ikki fær røttu karmarnar at arbeiða innanfyri. Til tess at vit skulu hava eina fría vinnu í samfelagnum, so mugu vit virka fyri, at vinnulívið fær tær umstøður, neyðugar eru at virka undir. Í Tórshavnar Kommunu merkir hetta, at vit í enn størri mun hava grundøki tøk til smærri og størri vinnufyritøkur. Og hetta skal gerast í so stóran mun, at til ber hjá kommununi ar eggja vinnuhugaðum at fara undir tiltøk undir góðum umstøðum. Fyritøkur skulu hava øki frá kommununi at seta arbeiðsumboð á; ein tørvur, sum eg persónliga leggi stóra orku í at nøkta, tí skal kommunan sum heild mennast, sum mugu bæði tær stóru og tær smáu vinnufyritøkurnar fáa betri umstøður at virka undir. Ein stór útstykkingarætlan til vinnuøki inni á Sandvíkahjalla og aðrastaðni í kommununi er undir uppsigling og kemur í nærmastu framtíð at verða løgd fyri býráðið til samtyktar. Hetta er bara byrjanin, og tað er ógvuliga týðiligt, at størsta fortreytin fyri vinnulívsútbygging er grundøki. Men kommunan er nú vorðin so stór, at vit hava stórar møguleikar á hesum øki. Heðin Mortensen býráðslimur og valevni til býráðið Forskúlaflokkar framhald av viðmerking Hetta er framhald av grein "Forskúlaflokkar ein viðmerking", sum skrivað varð í sambandi við fundin hjá Foreldrafelagnum um banaansingina í Havn. Greinin endaði við at spyrja, hví ikki fleiri forskúlaflokkar eru settir á stovn. Mítt sjónarmið er, at forskúli átti at verið eitt tilboð á øllum skúlum í kommununi ein sjálvboðin skipan, ikki eitt krav. Vísandi til áhugan fyri forskúlanum á Sankta Frans og gongdina í øðrum Norðurlondum, hevði eg væntað, at minst helvtin av foreldrunum hevði tikið av. Fyri at tryggja góðskuna á forskúla og frítíðarskúla áttu neyðug krøv sjálvsagt at verið sett. Verandi rammur eru ikki nóg góðar, tí hevði verið neyðugt við nýíløgum. Men við einum góðum vilja frá øllum pørtum og einum lyfti um skjótar ábøtur hevði verið møguligt at fingið forskúlaflokkar longu komandi ár, um ikki á øllum, so á flestum skúlum í kommununi. Hetta t.d. við at latið forskúlabørnini verið í frítíðarskúla um morgunin og í skúla seinnapart. Høvdu vit fingið 6 forskúlaflokkar afturat komandi ár, so hevði tað havt ta óbeinleiðis ávirkan, at bíðilistin til dagansingina minkaði tilsvarandi, t.e. við út við 150 børnum. Eg kann tí ikki gera annað enn at mæla Foreldrafelagnum til at sýna tiltakinum ans. Kommunan hevur ikki sovið í tímanum í hesum máli. Síðan nýggja Fólkaskúlalógin var samtykt í 1997, hava vit roynt at trýst á. Í lógini verður ásett, at kommunur kunnu seta á stovn forskúlaflokkar, men reglugerð má fyrst gerast. Eingin reglugerð er enn skrivað, hóast álit varð handað landsstýrismanninum í 1999. Tað ber tí illa til at lasta kommununi í hesum máli, vit eru rætt og slætt ikki sloppin til verka. Vónir vóru um, at vit sluppu til verka í ár í øllum førum partvís og tí varð peningur settur av, men einki hendi. Landsmyndugleikarnir eiga ikki at sleppa at bøla oman á málinum eitt ár afturat. Væl veit eg, at onkrir spurningar eru truplir. Eitt nú um tað skulu vera petagokar ella lærarar, ið skulu stíla fyri. Harafturat kemur spurningurin um fígging, tí sum kunnugt er tað landið, sum rindar lønirnar í fólkaskúlanum. Men eg eri vísur í, at kommunan er sinnað at boyggja seg reiðuliga langt í hesum máli, bara skipanin fæst at virka sum skjótast. Tíverri er støðan eisini margháttlig á annan hátt. Spurnartekin kann setast við, um forskúlin á Sankta Frans verður rikin á lógligum grundarlagi. Sum kunnugt er forskúlin ein arvur frá teirri tíðini, tá ið Sankta Frans var privatskúli. Men ber í dag til at hava ein kommunalan forskúla, har børnini verða tikin inn eftir um tey hava gingið í Stella Maris barnagarðinum, um tey hava systkin á skúlanum ella um foreldrini hava verið næmingar har? Nú veit eg ikki, um hetta er raðfylgjan, ella um upptøkutreglurnar eru eitt sindur broyttar. Men eg ivist ikki í, at tey foreldur, sum høvdu kært eina avvísing, høvdu fingið viðhald í sínari kæru. Afturat hesum kemur so spurningurin um foreldragjaldið, sum mær vitandi enn verður latið fyri at hava barn sítt í forskúlanum. Nú forskúlin er vorðin partur av fólkaskúlanum, kann ein av røttum spyrja, við hvørjum rætti gjaldið verður kravt. Mær er fortalt, at á nøkrum smærri plássum sleppa tey 5-6 ára gomlu børnini í skúla (eftir avtalu við UMMS?). Hví ber hetta so ikki til í Havn, og verður foreldragjald eisini kravt á bygd? Klæmint Olsen býráðslimur Sambandsflokkurin er eisini liberalur í kommununalpolitikki Liberalur merkir tað, at ein er frílyntur, og tá talan er um ein politiskan flokk, so skal tað skiljast soleiðis, at flokkurin gongur inn fyri einum fríum vinnulívi. Sambandsflokkurin ynskir bæði í kommunalpolitikki og landspolitikki, at tað er ein skiljilinja millum kommunu landskassan og privatkassan. Kommunan skal ikki reka vinnulív, og tað skal tað almenna heldur ikki, tí allar royndir vísa, at hettar hepnast ikki, men tvørtur ímóti. Árini frá miðan 70'unum og 80'unum eru ræðumyndir, sum vísa, at landskassin ikki eigur at luttaka beinleiðis í vinnulívinum. Tað eru eisini føroyskar kommunur, sum hava havt fingrarnar ov langt frammi í vinnulívinum. Hesar kommunur eru í dag so illa fyri, at tær ikki klára at greiða sínar skyldur og mugu fáa pening úr kommunala kreppulánsgrunninum, tí annars fara tær av knóranum. Tá ført verður fram, at kommunan ikki skal reka vinnulív, so má leggjast afturat, at býráðsins uppgáva er at skapa so góðar fortreytir fyri vinnulívið sum møguligt. Býráðið og hin einstaki borgarin, eins og vinnulívið mugu koma hvørjum øðrum nærri. Tað eigur ikki bert at vera býráðið, sum kemur við uppskotum um loysn av viðurskiftum í kommununi, men uppskot frá borgarum og vinnulívi eiga at viðgerast av býráðnum í fullum álvara, soleiðis, at býráðslimir ikki bert hitta veljarin fjórðahvørt ár, men at tað verður eitt dagligt samband, soleiðis at politikkarin veit, hvat rørist úti í samfelagnum. Eitt slíkt samskifti við borgarin og vinnulívið nýtist ikki at viðføra, at vinnulív og privatlív verða tengd upp í býráðsarbeiðið, hetta nýtist heldur ikki at kosta pening fyri kommunukassan. Vinarliga Schumann Hjaltalin, býráðslimur Valevni hjá Sambandsflokkinum Almennu arbeiðsplássini í Havn Tað er so lætt at bróta niður, men sum oftast sera tungt at byggja nakað upp. Tað er ikki eitt mál í sær sjálvum at leggja almennu arbeiðsplássini í Havn út á bygd. Fylgjurnar av hesum verða sjálvandi tær, at nógv alment sett starvsfólk í Havn verða uppsøgd og hetta er ein meiningsleysur tanki. Vit eiga at seta prís uppá ta ekspertisu og tann loyalitet, hesi starvsfólk hava yvirfyri sínum arbeiðsplássi. Hinvegin er tað eitt mál at gera almennu arbeiðsplássini í Havn betri og kanska meira tænastuvinarlig. Hetta vil koma ikki bert havnarfólki til góðar, men øllum føroyingum við. Hesum vilja vit virka fyri. Vinarligast ODDAGREIN: Skattarokningin 400 mió. ov høg FÍGGJARLÓGIN næsta ár hevur aftur eitt yvirskot, sum fer at liggja um 500 milliónir krónur, um búskaparliga grundarlagið ikki fer at broytast munandi. Taka vit blokkin við, eru inntøkurnar tilsamans 3,5 milliardir. Við øðrum orðum er yvirskotið ein rættiliga stórur prosentpartur av inntøkunum og fíggjarlógini sum so. HETTA fegnast Karsten Hansen sjálvandi um, men hann kom eisini at siga í eini sjónvarpssamrøðu um tað er skilt rætt at hann kundi hugsað sær, at yvirskotið var upp aftur størri. Hann vil óivað koma í søguna sum tann fíggjarmálaráðharrin, sum megnaði at spara hálvaaðru ella tvær milliardir saman. Peningur, sum helst skal í skiftisgrunnin í sambandi við fullveldisætlanina. NÓGVIR føroyingar fegnast óivað saman við Karsten Hansen. Tað er eisini útmerkað at spara pening saman at hava á kistubotninum, um tíðirnar aftur versnað. Men í grundini sendir Karsten Hansen og landsstýrið føroyingum eina rokning, sum er hálva milliard krónur ov stór. FÍGGJARLÓGIN er fyrst og fremst karmurin um tað almenna virksemið í Føroyum. Í fíggjarlógini verður staðfest, at tað kostar so og so nógv at reka samfelagið skúlar, samskifti, heilsuverkið, almannaverkið o.s.fr. og tá hetta er roknað út, skal Fíggjarmálastýrið krevja inn hesa upphæddina umvegis landsskatt, toll og avgjøld. Men landsstýrið sendir ikki føroyingum eina rokning fyri henda kostnaðin. Nei, landsstýrið sendir skattgjaldarunum eina rokning, sum er einar 400 milliónir krónur ov høg. Tá vit fáa eina ov stóra rokning frá einum persóni ella fyritøku fyri eina tænastu, kalla vit tað >>okur<<. Í GRUNDINI er tað ikki sørt nasadjarvt at senda skattgjaldarunum eina alt ov stóra rokning. Vit fáa jú ikki nakra tænastu fyri hesar 500 milliónirnar. Tað er lætt at finna upp á ymiskt fyri at brúka peningin til, men tað er helst breið semja um, at vit skulu vera varin ikki at skrúva almenna blussið ov nógv upp. HINVEGIN stendur eftir, at føroyski skattgjaldarin rindar alt ov nógv í skatti og avgjøldum. Tað kostar 40 milliónir krónur at lækka skattin eitt prosent. Við øðrum orðum kundi skatturin verið lækkaður nógv prosent, um Karsten Hansen bara skrivaði okkum rokningina fyri tað, sum tað kostar at reka føroyska samfelagið á verandi støði. Hvussu leingi fer skattgjaldarin, sum hevur torført at fáa endarnar at røkka saman, at góðtaka henda skatta og fíggjarpolitikkin? Svar Formaðurin í Starvsmannafelagnum Gunnleivur Dalsgarð sigur í samrøðu við Sosialin tann 27. sept. 2000, at Starvsmannafelagið ikki hevur tikið limir frá Føroya Arbeiðarafelag. Hetta er beinleiðis ósatt og hetta veit formaðurin í Starvsmannafelagnum, tí hann er vitandi um, at dagrøktarmammurnar í øllum kommunum uttan Klaksvík og Havnini, har Starvsmannafelagið hevur roynt at troka seg inn, eru limir í lokalfeløgum okkara. Dagrøktarmammurnar eru tíverri ikki einasta dømi, tí Føroya Arbeiðarafelag hevur eisini víst á onnur konkret dømir, har Starvsmannafelagið hevur gjørt sáttmála sum umfataði limir hjá lokalfeløgum okkara, og einki av hesum dømum hevur Starvsmannafelagið víst aftur. Tá formaðurin í Starvsmannafelagnum kemur við pástandi um, at dagrøktarmammurnar hava verið ein forsømdur bólkur, og at felag okkara hevur havt ríkiligt av tíð at fáa viðurskiftini hjá teimum í rættlag, so kann eg vísa á, at vit í longri tíð hava arbeitt við at fá aí lag sáttmála fyri dagrøktarmammurnar, og her hava dagrøktarmammurnar verið við, so okkara partur hevur ikki ligið eftir. At pástanda, at Kommunala Starvsmannafelagið í Havn hevur æruna av, at rættlag er komið á viðurskiftini hjá dagrøktarmammunum er burtur úr vón og viti, tí Føroya Arbeiðarafelag er tað fyrsta felagið, sum hevur gjørt uppskot til og hevur fingið í lag sjálvstøðugan sáttmála sum bert er galdandi fyri dagrøktarmammurnar. Kommunala Starvs og Tænastumannafelagið í Havn hevur í sínum sáttmála bert nakrar fáar linjur um dagrøktarmammur, tí sáttmálin hjá hesum felag er gjørdur fyri skrivstovufólk, og tí verða reglurnar fyri onnur starvsfólk so sum dagrøktarmammur bert eitt uppískoyti, og tað kann sjálvsagt ikki vera nøktandi. Dagrøktarmammurnar í Havn vístu eisini fyri fáum árum sína misnøgd við reglurnar í sáttmálanum hjá nevnda felag. Annars kann eg undirstrika at Kommunala Starvs og Tænastumannafelagið í Havn hevur onki havt við sáttmála at gera uttanfyri Havnina, tí á øki Føroya Arbeiðarafelags hava teir ongantíð havt nakað at gera. Starvsmannafelagið hevur heldur ikki gjørt nakran øðrvísi sáttmála enn tann, sum Kommunala Starvs og Tænastumannafelagið hevði gjørt í Havnini, áðrenn Felagið fór uppí Starvsmannafelagið. Tað sum vit í Føroya Arbeiðarafelag og lokalfeløgunum fílast á er, at Starvsmannafelagið aftan fyri ryggin á okkum er farin til kommunurnar, hóast tey vita at so at siga allar dagrøktarmammur hava arbeitt innan fyri sáttmálaøki okkara, og at hesar dagrøktarmammur framvegis eru limir í lokalfeløgum okkara. At verja seg við, at tað eru ávísar kommunur, sum hava biðið um at fingið sáttmála, sum eisini er galdandi fyri dagrøktarmammur, er bert ein bílig umbering, tí vit hava kunnleika um hvussu Starvsmannafelagið er farið fram í sambandi við royndir teirra at fáa limir okkara við í sáttmála teirra. Um Starvsmannafelagið hevði havt virðing fyri fakmørkum okkara, so hevði felagið ikki farið inn á økið hjá øðrum fakfeløgum uttan mun til um arbeiðsgevaraparturin (í hesum føri kommunurnar) høvdu lagt upp til hetta ella ikki. Tað nyttar tí einki hjá Starvsmannafelagnum at royna at geva kommunum skyldina. Eg haldi tað er nógv fyri, at formaðurin í Starvsmannafelagnum eisini vil leggja okkum til last, at vit ikki hava fingið í lag sáttmála fyri dagrøktarmammurnar fyrr enn nú, og at vit ikki gera nakað fyri hesar limir okkara. Um vit skulu gera eina meting av hvør hevur tikið sær betur av limum sínum, so skulu vit ikki longur enn 7-8 ár aftur í tíðina, tá Starvsmannafelagið bakkaði fyri Fíggjarmálastýrinum og fyrst av øllum góðtók ein lønarniðurskurð, soleiðis at øll hini alment løntu vórðu tvingaði at góðtaka at lønin hjá limunum var sett niður við uml. 8%. Er hetta at taka sær av áhugamálunum hjá limunum? So at Starvsmannafelagið setti spor eftir sær har, er einki ivamál um. Her stóð Føroya Arbeiðarafelag, saman við hinum feløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum fast, og vit tryggjaðu limum okkara at løn teirra ikki fór niður. Tað kostaði eisini nógv fyri feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum at halda tørn, so lønin ikki fór niður. Eg haldi at tað fyri fakfeløgini sum heild hevur sera stóran týdning, at feløgini virða tey fakmørk, sum vit hava havt so at siga síðani feløgini vóru sett á stovn. Tað er tí ein vanlukka fyri fakfeløgini og limir teirra, at Starvsmannafelagið ikki vil virða hesi fakmørk, tí tað kann ikki annað enn skaða samstarvið millum feløgini, og tann sum fær fyrimun av tí er arbeiðsgevaraparturin. Eingin ivi er um, at hetta fer at fáa avleiðingar fyri samstarv okkara við Sjeymannabólkin, tí vit kunnu sjálvandi ikki hava samstarv við eitt felag sum fer aftan fyri ryggin á okkum og roynir at gera sáttmála sum umfatar limir okkara. Eitt skulu Starvsmannafelagið og kommunurnar tó vita og tað er, at vit fara ikki at sita hendur í favn um limir okkara, beinmleiðis ella óbeinleiðis verða tvingaðir upp í Starvsmannafelagið, og tí fara vit at taka tey stig, sum neyðug eru fyri at forða fyri hesari gongdini. Tórshavn, hin 28. sept. 2000 Ingeborg Vinther Todi hevur givið avboð Fremsta føroyska álopsessið verður ikki við á ferðini til Sveis, tí ein skaði í lærinum heldur honum burtur frá fótbólti í tvær ella tríggjar vikur Tað kom sum ein stórur skelkur fyri spælararnar og venjaran, tá tað undan dystinum millum Herfølge og FCK gjørdist greitt, at Todi Jónsson er skaddur. Seint seinnapartin mánadagin setti Todi Jónsson seg í sambandi við Allan Simonsen og boðaði honum frá, at tað ikki ber honum til at fara við til Sveis. Undir venjing sunnudagin fekk eg ein vøddaskaða í lærinum. Hann er so mikið álvarssamur, at eg rokni við at vera noyddur at binda frið frá fótbóltinum í tvær ella tríggjar vikur, sigur ein harmur Todi Jónsson úr Keypmannahavn. Todi varð skaddur frammanfyri á lærinum, tá hann var í Føroyum og spældi landsdystin ímóti Slovenia. Nýggi skaðin hevur einki við tann skaðan at gera. Spennandi í Sveis Tá vit tosaðu við Toda hevði hann akkurát hugt at dystinum í Herfølge. Hann helt, at Jákup Mikkelsen hevði spælt ein framúr góðan dyst. Todi førddist sjálvandi um, at FCK fekk øll stigini, men hann helt samstundis, at tað er hart at vera málmaður. Jákup gjørdi bara eitt mistak í øllum dystinum, og tað kostaði eitt mál. Alllir hinir á vøllinum kunnu gera mistøk, uttan at tað beinleiðis kostar nakað serligt. Todi Jónsson harmast um, at hann ikki sleppur við landsliðnum til Sveis: Eg rokni við, at tað verður ein sera spennandi avbjóðing. Sveisararnir fara ivaleyst at kenna trýst á sær at mynda spælið, og eg ivist onga løtu í, at tað ikki fer at eydnast okkarra monnum at fáa møguleikar fyri kontraálopum, heldur Todi. Einki er at ivast í, at venjarin, spælararnir og allir hinir í hópinum harmast um avboðið hjá Toda, tí tað er júst hann, sum er besti maður í snarálopunum. Landsliðsvenjarin gjørdi mánakvøldið av at senda boð eftir Jákupi á Borg, sum ikki hevur verið í hópinum tær seinastu ferðirnar. Jákup var í essinum Føroyski landsliðsmálverjin varð valdur til dagsins spælara, tá undirmannaða Herfølge tapti á heimavølli ímóti FCK Jákup Mikkelsen er á aldukambinum, nú føroyska landsliðið fer av landinum at spla ein ella tveir dystir. Síðani summarsteðgin hava avrikini verið støðug, og mánakvøldið varð krúnan sett á verkið. Herfølge hevði vitjan av FCK Todi Jónsson var ikki við, tí hann sat skaddur eftir í Keypmannahavn og Jákup Mikkelsen varð av hyggjarunum á TV3+ sjónvarpsrásini sagdur at vera besti maður á vølli. Rættuliga stór semja var um ta avgerðina. Bjargaði brotssparki Tað var harmuligt fyri fótbóltsdystin, at Herfølge longu eftir tíggju minuttir misti ein mann. Harmurin gjørdist tvífaldur, tá tað vísti seg, at reyða kortið hjá dómaranum ikki var, sum tað skuldi vera. Peter Frank, sum spældi fyri fyrstu ferð, eftir at hann var komin aftur úr AB og til Herfølge, elti púra leysan Suma. Spælararnir stríddust, Suma fór um koll, og dómarin bríkslaði. Fyri ryggskump, segði dómarin aftaná dystin, men sjónvarpsmyndirnar vístu, at hann hevði mett skeivt. Og so var tað, at Jákup Mikkelsen fór undir sítt stórspæl. Hann tveitti seg til høgru fyri seg sjálvan og bjargaði brotssparkinum. Stórspælið At eg bjargaði brotssparkinum gjørdi, at eg kom væl inn í dystin. Teir høvdu nógv spæl og nógvar møguleikar, so eg hevði onga orsøk at keða meg, segði Jákup Mikkelsen eftir dystin. Og Jákup stórspældi. FCK spælararnir stóðu næstan í bíðirøð fyri at royna seg ímóti málinum, men føroyski landsliðsmálverjin helt tætt. Hann bjargaði við hondunum, fótunum, lørunum og eina ferð við høvdinum. Herfølge brúkti nógv at spæla bóltin aftur til málverjan, og hann megnaði sum ein annar útispælari at spæla skilagott frá sær, sjálvt um hann fleiri ferðir var rættuliga kroystur. Harmaðist Í 2. hálvleiki eydnaðist tað FCK at fáa hol á. Og Jákup Mikkelsen illneitaðist inn á seg sjálvan, at hann ikki hevði vart fyri fyrra málinum: Teir fingu fríspark einar nítjan metrar úr málinum. Manngarðurin stóð rætt, eg sá flata skotið, eg tveitti meg rætta vegin, men bólturin fór í málið. Tað iðri eg meg ógvuliga nógv um. Kundi tú havt bjargað? Avgjørt. Eg ætlaði at halda bóltinum, sum so fór undir armarnar og inn um strikuna. Tá eg nú hugsi aftur á dystin, so átti eg at havt blokerað hann út til horna, sigur Jákup Mikkelsen, sum mánakvøldið var harmur um, at Todi Jónsson er skaddur og tískil ikki verður við í landsliðsferðalagnum. Jákup Mikkelsen og hinir útisetarnir í Danmark og Noregi fara í kvøld niður til Sveis, har teir í Zürich fara at hitta teir, sum fara úr Føroyum við Atlantsflog. Tað er altíð hugaligt at hitta vinmenninar á landsliðnum, og vónandi fara vit at vísa eitt gott avrik, sjálvt um vit allir fara at sakna Toda Jónsson, sigur Jákup Mikkelsen. Jugoslavia dysturin útsettur Týsdagin boðaði FSF frá, at dysturin móti Jugoslavia, sum ætlandi skuldi vera komandi mikudag, verður av ongum Sum nevnt í blaðnum í gjár, var sera ivasamt, hvussu fór at verða við dystinum. At byrja við vóru tað trupulleikar við at fáa innferðarloyvi til føroysku pressuumboðini. Hetta kom tó í rættlag mánadagin, men spurningurin var framhaldandi, hvørt tað var ráðiligt at fara til Jugoslavia, nú politiska støðan í landinum er somikið spent. Tríggir møguleikar Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF sigur, at Fótbóltssambandið í dag varð kunnað um, at dysturin nú er útsettur, og at landsliðsferðin sostatt bert verður til tann eina dystin í hesum umfarinum. Sama er galdandi við dystinum millum Jugoslavia og Russland, sum eftir ætlan skuldi verið leiktur mikudagin. Nær dysturin verður ásettur at leika, er ikki endaliga greitt enn, man talan er um trígjar møguleikar, sum í løtuni eru opnir. Sambært altjóða fótbóltskalendaranum, sum allir landsdystir nú verða lagdir eftir, er møguleiki at leika dystin 15. november, 14. februar ella 25. apríl. Frá einum føroyskum sjónarhornið er 25. apríl helst best hóskandi dagurin, tí leikarar okkara tá aftur eru komnir í gongd. Hinvegin er februar mánaður helst ringast hugsandi tíðin hjá okkara. Ísak Mikladal vónaði sjálvsagt, at føroyska ynski um ein dyst í apríl mánaði fór at verða eftirlíka, men tá blaðið fór til prentingar, var hetta enn ógreitt. Óvist við heimferðini Heldur ikki er greitt, hvussu verður við heimferðinin hjá landsliðnum eftir dystin í Sveis. Í sambandi við landsdystirnar hevði Atlantic Airways selt ferðaseðlar til áskoðarar. Íroknað hesum var uppihald í Sveis, meðan landsliðið er í Jugoslavia, og skuldi føroyaska flogfarið so koma eftir bæði leikarum og áskoðarum hósdagin 12. oktober. Teir áskoðarar, sum Beint fyri døgurðatíð segði Ísak Mikladal, at teir í løtuni arbeiddu við hesum spurningi, men júst hvussu han fór at verða loystur, visti hann ikki at siga. Vit hava goldið ov nógv Billy Hansen, stjóri í nýggja telefonfelagnum TeleF, heldur, at prísirnir hava verið ov høgir seinastu árini, og telefonrokningarnar hava tískil verið hareftir. Hann væntar eina javna lækking á telefonprísunum komandi tíðina Stefan í Skorini Týsdagin skrivaðu føroyska felagið TeleTænastan og Íslandssími undir sáttmála sínámillum um at fara undir at veita føroyskum brúkarum tænastur á telefonøkinum. TeleTænastan og Íslandssími hava í felag stovnað felagið TeleF. Samstundis varð sáttmáli eisini undirskrivaður við Ericsson, sum skal veita nýggja felagnum ta neyðugu útgerðina. Talan er um útgerð innan fjarskifti og samskiftiskerv. Hetta er fyrstu ferð, síðan einkarrætturin varð avtikin í Føroyum, at Føroya Tele fær veruliga kapping. Onnur smærri feløg eru á marknaðinum. Hetta fer sjálvsagt at merkjast á pengapunginum hjá føroyingum. Lækkingin verður jøvn men munandi Lækkingin verður væntandi jøvn, frá tí at kappingin veruliga byrjar, til prísurin er komin niður á eitt støði, har hann burdi verið, sigur Billy Hansen, stjóri í TeleF. Tað er fyrst og fremst á uttanlandstelefoni, at prísirnir væntandi fara at lækka munandi. Billy Hansen væntar, at lækkingin verður eini 30% á uttanlandssamrøðum. Innanlands verður lækkingin ikki eins stór, men tað verður framvegis ein lækking Vit leggja okkum allatíðina eftir at vera bíligari enn kappingarneytin, sigur Billy Hansen. Nú prísirnir væntandi fara at lækka er sjálvsagt upplagt at spyrja, um vanligi brúkarin hevur goldið ov nógv seinastu árini. Tað er eingin ivi um, at prísirnir hava verið nógv ov høgir. Tað haldi eg eisini, at flestu føroyingar eru á einum máli um, at vit gjalda ov nógv fyri telefoni. Vit gjalda í øllum førum nógv meira enn tey í grannalondum okkara fyri allar slíkar tænastur, sigur Billy Hansen. Billy Hansen sigur eisini, at ein av orsøkunum, til at hann fór í gongd við TeleTænastuna í 1994, var, at hann legði merki til, at prísirnir vóru nakað høgir í mun til í grannalondunum. TeleTænastan hevur síðani ment seg til tað, hon er í dag. Tað skerst tó ikki burtur, at teir eisini eru farnir í gongd við hesa ætlanina, tí peningur er at vinna á økinum. Løgtingið hevur avtikið einkarættin á hesum økinum, og úrslitið sæst nú aftur. Fleiri feløg eru sett á stovn við tí endamáli at bjóða tænastur innan telefoni. Hetta hevur eisini við sær, at prísurin lækkar. Persónliga havi eg ta áskoðan, at einkarætturin ikki tænir nøkrum endamáli, og tí er tað gott, at vit endiliga eru sloppin av við hann, leggur Billy Hansen afturat. Føroya Tele verður ikki eftirbátur Andras Róin fegnast um, at ein veruligur kappingarneyti nú endiliga er komin á marknaðin, sum Føroya Tele enn hevur 100% av. Hann er tó ikki samdur í, at føroyski brúkarin hevur fingið eina ov stóra telefonrokning seinastu árini. Eg haldi ikki, at brúkarin hevur goldið ov nógv, tí um hugt verður at ársroknskapunum hjá Føroya Tele, so hava vit jú seinastu trý árini skorið prísirnar niður í ein helming á øllum økjum, men hóast tað hevur úrslitið verið hækkandi, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele. Síðan uttanlandssamskiftið varð yvirtikið 1998 frá Danmark, er tað vorðið nógv bíligari hjá Føroya Tele at bjóða tænastur. Tað er vert at nevna í hesum sambandi, at vit hava lækkað prísirnar seinastu trý árini. Vit fara eisini at halda áfram við at lækka prísirnar framyvir, sigur Andras Róin, stjóri í Føroya Tele. Hann dylur tó ikki fyri, at nýggja kappingin er við til at skunda undir príslækkingarnar. Føroya Tele hevur í umbúna at lækka prísirnar á uttanlandssamskifti munandi í næstum. TeleF verður tó ikki bara kappingarneyti, men kann eisini gerast ein samstarvsfelagi. Føroya Tele og TeleF vóru mikumorgunin á fundi, og Andras Róin væntar, at partarnir kunnu samstarva á onkrum økjum, t.d. við at gera felags íløgur í dýra útgerð. Byrja í næsta mánaða Nýggja felagið fer væntandi í næsta mánaða undir at bjóða føroyingum innan og uttanlands telefonsamskifti, internettænastur og datatransmissión bæði til vinnulívið og vanliga brúkaran. Seinni verður eisini farið inn á fartlelefonmarknaðin. Billy Hansen sigur, at orsøkin, til at sáttmáli varð gjørdur við íslendskt felag, var, at felagið frammanundan hevur holla vitan á økinum, og hetta kemur TeleF til góðar. Kapitalurin kundi verið fingin til vega her í Føroyum, men torført hevði verið at fingið sama know-how. Íslandssími og TeleTænastan eiga hvør sín helming av TeleF. Av teimum fimm limunum í nevndini, eru tríggir úr Føroyum. Micheal Jackson, formaður, og Ari Johansson eru úr Íslandssíma. Billy Hansen, Bjørn á Heygum og Kristian Kristiansson eru føroysku umboðini. Kristian Kristiansson er eigari av íslendska felagnum Radiomiðum, sum eigur helvtina av TeleTænastuni, meðan Billy Hansen eigur hina helvtina. TeleF sigur seg kunna hava fingið 10-20% av føroyska marknaðinum innan eitt ár. Í TeleF fara væntandi eini 12 fólk at starvast. Til samanberingar kann nevnast, at í Føroya Tele eru 220 ársverk og 250 starvsfólk. Stór oljuráðstevna í Norðurlandahúsinum Týsdagin og mikudagin 24. og 25. oktober verður Norðurlandahúsið karmurin um eina stóra oljuráðstevnu um framtíðar leiklutin hjá føroyska samfelagnum í komandi oljutilgongdini. Á ráðstevnuni verða umboð fyri føroyskt vinnulív og myndugleikar og stovnar umframt umboð fyri útlendska oljuvinnu. Tað eru Vinnuhúsið og Stefansons Hús, sum skipa fyri tiltakinum. Umframt ráðstevnuna verður eisini sokallað "Workshop", har einstøk feløg hava møguliga at sýna fram og gera vart við seg. Evnið fyri ráðstevnuna er "The exploration phase: How the licensees will secure genuine Faroese participation." Tvs. hvussu loyvishavararnir vilja tryggja veruliga føroyska luttøku í leitingarskeiðinum. Umboð fyri allar operatørarnar í 1. útbjóðing verða við á ráðstevnuni og fara at leggja fram tilfar og leggja upp til orðaskifti. Evnini verða fjølbroytt. Á skránni er m.a. logistikkur, infrastrukturur, lokalsamfelgið, ídnaðurin, sáttmálaviðurskifti oma. Eisini fleiri føroyingar fara at halda fyrilestrar. Millum teirra eru oljumálaráðharrin, stjórin í Oljumálastýrinum, stjórin í Atlantsflog, stjórin í Vinnuhúsinum, stjórin fyri TK-stovuna o.a. Umboðini fyri útlendsku oljufeløgini, ið fara at røða, verða m.a. Bob Ferris frá Amerda Hess, John Inderhaug frá Statoil, Martin Miles frá BP og Ron Landsdell frá Agip. (Í sambandi við stóra tiltakið gevur Sosialurin út eitt temablað um føroyska samfelagið og komandi oljuvinnu. Tilfar og lýsingar til hetta blaðið skulu verða Sosialinum í hendi í seinasta lagi fyrst í komandi viku. Blaðm.) Tey, sum vilja vita meira um ráðstevuna, kunnu fara inn á www.offshore.fo á internetinum. Freistin at tekna luttøku er 9. oktober. Veðrið Eitt djúpt lágtrýst, 978 hPa. sunnan fyri Ísland kemur móti Føroyum og grynnist. Lágtrýstið yvir Føroyum fer spakuliga eystureftir og ein hátrýstryggur yvir Íslandi verður yvir Føroyum fríggjamorgunin. Veðrið í dag: Hvassur vindur av suðri, men hann minkar vindin út á dagin. Ælingur og hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið fríggjadagin: Lítið lot av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Um kvøldið veksur hann vindin upp í ein strúk av suðri. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið leygardagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi og stundum regn. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 6 og 10 stig. Í gjár: Eitt djúpt lágtrýst, 978 hPa. sunnan fyri Ísland kemur móti Føroyum og grynnist. Í dag: Lágtrýstið yvir Føroyum fer spakuliga eystureftir og ein hátrýstryggur yvir Íslandi verður yvir Føroyum fríggjamorgunin. Hava lænt 6,5 milliard Føroyingar læna pengar í bankum og sparikassum, sum teir ikki hava gjørt síðani tey stuttligu áttatiárini Í løtuni skylda føroyingar bankum og sparikassum 6.523 milliardir krónur. Tað mesta, vit hava lænt, hava vit lønt frá sparikassunum, 3.775 milliardir. Restin, 2.749 millard, er lænt frá bankunum. Hetta eru alt rund tøl. So høg sum hetta, hava útlánini ikki verið síðani allarfyrst í nítiárunum. Men tað eru ikki bara útlánini sum veksa, tað gera innlánini eisini. Í august í ár áttu føroyingar 7.834 millardir á bók og tað er eisini eitt tal, ið, sum hæld gongur uppeftir. Av teimum stóðu 4.403 milliónir í sparikassunum og restin, 3.431 millardir stóðu í bankunum. Sostatt eru útlánini hjá føroysku peningastovunum 83% av innlánunum. Fyrst í nítiárunum vóru tey 112% Hava goldið 10,9% meiri í skatti Tað fløðir meiri, bæði í landskassanum og í kommunukassunum kring landið. Átta teir fyrstu mánaðirnar æí ár hevur skattainntøkan verið 10% hægri enn sama tíðarskeið í fjør Tá ið tað regnar á Palliba og Marsannu, dryppar eisini á Karsten. Í blaðnum í gjár greiddu vit frá, at higartil í ár, hava føroyingar forvunnið væl meiri í løn, enn teir høvdu gjørt um somu tíð í fjør. Hetta sæst sjálvandi eisini aftur í skattinum. Tær feskastu samanteljingarnar hjá Hagstovu Føroya, vísa, at átta teir fyrstu mánðirnar í ár, hava føroyingar goldið 10,9% meiri í skatti, enn teir gjørdu átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Her er bæði talan um A og B skatt. Frá januar til og við august í ár hevur skattainntøkan hjá landi og kommunum verið 1.249 milliónir Hetta er 10,9% meiri enn skattainntøkan var átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør, tí tá var hon 1.124 milliónir. Í alt 1999 betaltu føroyingar 1.752 milliónir í skatti og í 1998 var gjaldið 1.592 milliónir. Sostatt er skattainntøkan hjá landi og kommunum alsamt hækkað tey seinastu árini. Afturat hesum tølunum, skulu leggjast tað, sum føroyingar hava goldið til ALS og til Arbeiðsmarknaðareftirlønina. Besti skattamánaði í ár var mai, tá ið vit betaltu 174 milliónir í lands- og kommunuskatti. Ringasti mánaði var aftur í ár januar, tá ið skattainntøkan var 132 milliónir. Annars gongur tað fram av útrokningunum, at hesi bæði seinastu árini er tað, sum landskassin fær, og tað, sum kommunurnar fáa av tí samlaða skattinum, forskotið eitt lítið sindur. Í 1998 fingu kommunurnar 45,9% av samlaða skattinum og landskassin fekk 47,6%. Í 1999 fingu kommunurnar 44,8% og landið 49,4. Og átta teir fyrstu mánaðirnar í 2.000 fingu kommunurnar 44,8% av skattinum og landið 50,2%. Lesarin hevur ivaleyst lagt til merkis, at her mangla nøkur fá prosent. Tað eru upphæddirnar, sum fara til ALS og til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. Byggja út fyri 188 milliónir næsta ár Størstu upphæddirnar, sum landsstýrið ætlar at brúka til útbyggingar komandi ár, fara til Landssjúkrahúsið og til ein nýggjan Smyril Næsta ár skal landskassin byggja út fyri 188 milliónur ymsastaðni í Føroyum. Tað er í hvussu so er ætlanin eftir uppskotinum til fíggjarlóg, sum er lagt fyri tingið. Hetta er eitt lítið sindur meiri, enn landskassin byggir ut fyri í ár, tí tá ið eykajáttanirnar eru taldar uppí, verður útbygt í ár fyri 183 milliónir. Í 1999 varð útbygt fyri 134,7 milliónir, í 1998 fyri 82,6 milliónir og í 1997 fyri 65,8 milliónir. Eftir uppskotinum, sum er lagt fyri tingið til fíggjarlóg fyri 2001, fara 53,4 milliónir av øllum íløgunum komandi ár til vegir, havnir, tunlar og tyrlupallar kring landið. Hetta er næstan ein triðingur av allari verklagsætlanini hjá landsstýrinum fyri komandi ár. Hetta virksemið er spjatt kring alt landið. Yvirhøvur eru tær flestu útbyggingarnar, sum skulu gerast, kring um í landinum og lítið og onki skal byggjast út í miðstaðarøkinum. Landsstýrið sigur, at tað er nógv virksemið í landinum, serstakliga í miðstaðarøkinum. Tí hevur verið roynt at raðfesta verklagsætlanina soleiðis, at hon ikki stimbrar virksemið í landinum ov nógv. Av tí sama verða flestu útbyggingarnar úti um landið, har virksemið ikki er so nógv, sum í miðstaðarøkinum og tískil eisini minni vandi fyri at hita búskapin ov nógv. Eitt undantak er Landssjúkrahúsið, sum fer við 35 milliónum komandi ár. Men tað er eitt tiltak, sum landsstýrið ikki heldur kann bíða longur, hvussu so víkir og vendir. Ein annað stórt tiltak, sum farast skal undir komandi ár, er, at tá skal byrjast upp á arbeiðið at byggja nýggjan Smyril. Landsstýrið skjýtur upp at seta 30 milliónir av til tað endamálið komandi ár. Hvar hetta skipið verður bygt er ikki avgjørt enn. men tað fer neyvan at ávirka, ella skapa nakað virksemi í Føroyum. Triðstørsta útbyggingin, sum ætlanin er at gera komandi ár, er útbyggingin av løgtingshúsinum. 22,4 milliónir eru settar av til tað endamálið. Hetta er nakað, sum landsstýrið lítla og onga ávirkan hevur á, tí formansskapurin í tinginum ásetur upphæddina sjálvur, sigur landsstýrið. Landsstýrið ætlaði annars ikki at seta meiri enn 4 milliónir av til hetta endamál komandi ár. Mvg skal lækkast men undantøkini skulu burtur Undantøkini máa støðið undan lógini og eru ein stórur trupulleiki, bæði hjá vinnulívinum og hjá umsitingini Nú skal mvg lógin broytast. Endamálið við broytingini er, at undantøkini skulu burtur. Men samstundis er ætlanin at lækka mvg-satsin. Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hann sigur, at tá ið mvg lógin kom, var tað stór semja um, at hon skuldi vera so einføld sum gjørligt at umsita. Men ein fortreyt fyri, at hon kundi vera so einføld sum gjørligt at umsita, var, at t að vóru so fá undantøk gjørd í henni, sum gjørligt. Men síðani lógin kom, eru fleiri og fleiri undantøk komin. Landsstýrismaðurin sigur, at undantøkini eru ein stórur trupulleiki hjá teimum, sum skulu umsita skattalógina. Men hon er eisini ein stórur trupulleiki hjá vinnulívinum, tí mangan er tað fløkt og ógreitt at vita, hvørji undantøkini eru. Í mongum førum er mvg lógin blivin eitt sjálvtøkuborð, at gera av, hvat er mvg frítt og, hvat ikki er og tað var neyvan hetta, sum var ætlanin við lógini, tá ið hon kom. Eitt tiltikið dømi er um ein mann, sum ætlar at fáa ein snikkara at gera sær eina nýggjar trappur upp á loft. Ger snikkarin trappurnar á verkstaðnum og fer síðani heim til mannin at seta tær upp, skal maðurin gjalda mvg av arbeiðnum. Men tekur snikkarin hinvegin amboðini heim til mannin, og ger trappurnar á staðnum, og setir tær upp, skal maðurin ikki betala mvg. Karsten Hansen sigur, at endamálið við teimum broytingum, sum ætlanin nú er at gera í mvg lógini, er ikki at útvega landskassanum fleiri inntøkur Endamálið er, at lógin skal vera munandi greiðari at umsita, bæði hjá skattavaldinum og hjá vinnulívinum. Ein máti at røkka hesum endamáli, er at taka undantøkini úr lógini. Sostatt verður mvg grundarlagið breiðari. Men afturfyri fer tað so at bera til at lækka sjálvan mvg satsin, so at fólk yvirhøvur sleppa bíligari í mvg og tað er ein møguleiki, sum verður umhugsaður. Hetta fer at koma einum størri parti av borgarunum til góðar, sigur hann. Karsten Hansen sigur, at samstundis verður umhugsað at lækka punktgjøld á t.d. hvítvørum og elektronikki. Væntar tú veruliga, at allar vørur verða bíligari av teirri orsøk. Tað er jú hent fyrr, at avgjøld eru tikin av vørum, t.d. timburi, men tað er ikki blivið bíligari fyri tað? Kappingin átti forða fyri, at vørurnar blivu bíligari. Men tað er rætt, at vit hava sæð dømi um, at vørurnar ikki eru blivnar bíligari, men at tað, sum vøran átti at blivið bíligari, ístaðin er endað uppi á vinninginum og tað fer ikki at bera til Vit ætla so at finna útvegir fyri, hvussu hetta kann koma fólki til góðar. Ein annar máti er lata fólk fáa ágóðan yvir skattin upp á onkran máta, kanska í sambandi við pensjónsskipanina, sum ætlanin er seta í verk. Fiskimenn við høgari inntøku skulu nú betala meiri í skatti Skattafrádrátturin til fiskimenn skal nú avmarkast. Ætlanin er at peningurin, sum kemur meiri í landskassan, skal koma teimum lágu inntøkunum til góðar, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri. Fiskimenn, sum hava høgar inntøkur, skulu nú betala meiri í skatti. Karsten Hansen, landsstýrismaður í fígjgarmálum, sigur, at ætlanin er broytingin skal koma í gildi nú á nýggjárinum. Hann sigur, at tað ætlar hann at gera við at avmarka tann serliga skattafrádráttin, sum fiskimenn fingu fyri nøkrum fáum árum síðani. Tá samstykti løgtingið at fiskimenn skulu fáa ein serligan skattafrádrátt upp á 15% av inntøkuni. Orsøkin til, at hetta var neyðugt, var, at lond, rundanum okkum, geva fiskimonnum serligar skattasømdir. Tað varð ført fram, at tað ber í sær, at føroyskir fiskimenn støðast ikki í føroyska fiskiflotanum, men rýma í onnur lond at arbeiða og búgva. Nógvir eru longu farnir, og fingu fiskimenn í Føroyum ikki skattasømdir, fóru fleiri at rýma afturat. Men fingu okkara fiskimenn ein serligan skattafrádrátt, fór tað at forða fyri at fleiri fiskimenn fluttu. Og hartil fór tað at eggja teimum, sum eru rýmdir, at flyta heimaftur at búgva, hóast teir annars fiskaðu við útlendskum skipi. Sostatt skuldi tað ført til, at meiri skattur kom í landskassan, hóast skatturin varð lækkaður. Frá 1. januar Men nú uppskot til fíggjarlóg fyri 2001, varð løgd fyri tingið herfyri, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at ætlar at avmarka hendan serliga 15% skattafrádráttin hjá fiskimonnum. Ætlanin er, at hesin frádrátturin hereftir bara skal umfata inntøkur upp til 500.000 krónur. Í løtuni kunnu fiskimenn annars draga 15% av inntøkuni frá, áðrenn hon verður skattað, sama, hvussu høg inntøkan er. Men nú ætlar Karsten Hansen, at 15% kunnu bara dragast frá inntøku upp til 500.000 krónur, meðan fullur skattur verður goldin av tí partinum av inntøkuni, sum er yvir 500.000 krónur. Karsten Hansen sigur, at tá ið hesin serligi skattafrádrátturin kom, var tað ætlanin, at hann bara skuldi fevna um inntøkur undir 500.000 krónur, meðan fullur skattur skuldi betalast av tí partinum av inntøkuni, sum er yvir 500.000 krónur. Men tekniskir trpulleikar gjørdi, at ætlanin at seta hesa avmarkingina í verk, varð slept tá. Ístaðin varð tað sett í lógina, at landsstýrismaðurin í fíggjarálum fekk heimild til, við kunngerð, at avmarka skattafrádráttin, til bara at umfata inntøkur undir 500.0000. Sostatt er tað ikki neyðugt at leggja málið fyri tingið, tí landsstýrimaðurin hevur heimild til at gera tað sjálvur. Nú er ikki longur nakar tekniskur trupulleiki at fáa hetta upp í telduskipanina og tað er so ætlanin at gera tað nú, so at broytingin fær gildi frá 1. januar 2001 at rokna, sigur Karsten Hansen. Hann sigur, at orsøkin til hesa broytingina, er, at inntøkur, sum eru omanfyri 500.000 krónur, hava ikki brúk fyri skattalætta. Tá ið ein fiskimaður hevur forvunnið 500.000 krónur, hevur hann eisini fingið ein skattafrádrátt uppá 75.000 krónur. Og tá haldi eg at tað er rímiligt, at hann betalir skatt, sum øll onnur, av tí, sum er útyvir tað. Hann sigur, at tað verður ikki nógv, sum landskassin fer at fáa meiri inn í skatti av hesi orsøk. Men peningurin, sum kemur inn, er ætlanin at brúka til onkusvegna at lætta um hjá teimum, sum hava tær lægstu inntøkurnar. Hvussu tað skal gerast, er ikki avgjørt enn. Fáa skattalætta komandi ár Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer nú saman við samgonguni at viðgera, hvussu hann kann gera tað bíligari at vera føroyingur. Úrslitið, ætlar hann, at vit skulu síggja í 2001 Tað skal gerast bíligari hjá vanliga føroyinginum at búgva í Føroyum. Hetta hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sett sær fyri. Hann fer í næstum saman við samgonguni at viðgera, hvussu skatturin kann lækkast, soleiðis at borgararnir við lægru inntøkunum fáa ágóðan. Loysnina roknar landsstýrismaðurin við at finna einaferð í 2001. Men hann vil ikki hangast upp á eina dagfesting. Lækka meirvirðisgjaldið Hvussu farast skal fram, hevur Karsten Hansen enn ikki gjørt sær greitt. Men hann vísir á, at embætisfólk í løtuni arbeiða við hesum. Til dømis situr ein bólkur og viðger skipanina við meirvirðisgjaldi. Ætlanin er, at øll undantøkini í skipanini skulu takast burtur, soleiðis at meirvirðisgjald verður lagt oman á allar vørur. Samstundis skal sjálvt meirvirðisgjaldið lækka. Hetta, heldur Karsten Hansen, ger skipanina meira rættvísa. Tí verður skipanin broytt, skulu øll gjalda fyri allar vørur, samstundis sum gjaldið verður lægri. Oman á tað heila, roknar landsstýrismaðurin við, at hetta fer at gera, at meira peningur kemur í landskassan, sum síðani kann brúkast til at lætta um skattatrýstið hjá lágløntu borgarunum. Avgjaldsskipanin er í ávísum førum ein betri skipan enn persónsskattaskipanin. Tí avgjøld eru øll noydd at gjalda. Eisini sjómenninir, sum sigla úti og ikki rinda skatt, sigur Karsten Hansen. Oljuavgjaldið verður verandi Samgonguumboðini í løgtinginum vrakaðu týsdagin uppskot frá andstøðuni um at lækka avgjaldið á brenniolju. Hetta varð gjørt við teirri grundgeving, at um oljuavgjaldið verður tikið av, verður hetta til størstan fyrimun fyri tey, sum frammanundan eru væl fyri og brúka nógva olju. Samgongumenn vístu á, at samgongan í løtuni arbeiðir við skattaspurninginum í breiðari høpi, soleiðis at tey, sum ikki eru so væl fyri fáa størsta fyrimunin. Spurningurin til landsstýrismannin í fíggjarmálum er tískil, um tað at lækka meirvirðisgjaldið ikki eisini í mestan mun er til fyrimuns fyri tey, sum eru væl fyri og tískil keypa nógv. Men tað heldur Karsten Hansen ikki. Tí tey, sum fara at keypa meira, rinda eisini meira í landskassan, og hesin peningur skal brúkast til at lætta um hjá teimum, sum ikki eru so væl fyri. Hvussu hetta skal gerast, vil landsstýrismaðurin ikki koma nærri inn á. Betur enn lønarhækkan Lønarsamráðingar millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið verða í vár. Í hesum sambandi heldur Karsten Hansen tað vera ein betur loysn at lova lønmóttakarunum skattalætta, heldur enn at hækka lønina. Men Karsten Hansen vísir samstundis á, at fakfeløgini fyrr hava víst honum á, at hann er vælkomin at lækka skattin, men at hetta einki hevur við lønarsamráðingar at gera. Eg skal tó ikki siga, at ein skattalækkan ikki hevði tikið broddin av harðastu lønarkrøvunum, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Um Karsten Hansen fer at leggja fram eitt uppskot um skattalætta undan lønarsamráðingunum ella talan verður um nakað heilt annað, dugir hann ikki í verandi støðu at siga. Men alt bendir á, at tað í øllum førum ikki verður uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at hækka botnfrádráttin, sum verður loysnin hjá landsstýrismanninum. Uppskotið hjá Fólkaflokkinum leggur upp til botnfrádrátt til øll, og er harvið til størstan fyrimun fyri tey, ið vinna nógv. Vit skulu hava eina skipan, sum verður góð fyri øll, og til størstan fyrimun fyri tey, ið vinna lítið, sigur Karsten Hansen. Men tað er týdningarmikið, at fólk gera sær greitt, at hetta ikki merkir, at tey skulu skunda sær at keypa ferðaseðlar til Mallorca komandi summar, ávarar Karsten Hansen. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur í fíggjarlógaruppskotinum ikki tikið hædd fyri skattalætta. Men hetta er tí, at inntøkusíðan er løtt at broyta seinni, sigur hann. Føroyar liggja í lægra endanum Bæði brenniloja til sethús og bensin og dieselolja til bilar eru bíligari í Føroyum enn í flestu londum rundanum okkum Ofta verður tikið til, at føroyingar hava heimsins dýrastu olju og bensinprísir at dragast við. Men tað passar ikki. Støðan er tvørturímóti, at bæði hvat brenniolju til sethús, og hvat dieselolju til bilar viðvíkur, liggja vit í lægra endanum í Evropa. Tað vil siga, at nógva staðni eru avgjøldini á olju og bensini hægri enn í Føroyum. Hetta sæst á einum yvirliti, sum Fíggjarmálastýrið hevur sett í eina frágreiðing, ið varð løgd fyri tingið í sambandi við at uppskotið til fíggjarlóg fyri 2001 varð lagt fram herfyri. Tað kann eisini vera vert at leggja til merkis, at lond, sum hava oljuvinnu, eitt nú Noreg, Bretland og Danmark, hava hægri oljuprísir enn, hvat Føroyar hava. Í øðrum yvirlitinum, sum er sett við hesum stubbanum, sæst, hvat 1.000 litrar av brenniolju kostaðu til húsarhaldini tann 15. september í ár. Í sambandi við prísin á brenniolju, hevur oljuavgjaldið verið nógv umrøtt. Í apríl mánaða í ár varð tað ásett til 80 oyru fyri liturin. Frammanundan varð tað 95 oyru fyri liturin, men tað lækkaði eitt hálvt oyra, hvørja fer prísiurin hækkaði eitt oyra. Og øvugt hækkaði tað eitt hálvt oyra, hvørja fer prísurin á olju lækkaði eitt oyra. Í 1998 var avgjaldið 93 oyru í miðal fyri liturin og í 1999 var tað í miðal 98 oyru fyri liturin. Landsstýrið sigur, at tað vóru nógvar orsøkir til, at tað varð lagt fast. At tað var flótandi forðaði fyri kapping á økinum. Samstundis var tað ógjørligt at leggja fíggjarætlanir fyri oljuavgjaldið, tá ið tað var skiftandi. Og tað var eisini hildið at vera rættast, at brúkarin sjálvur merkti, hvussu marknaðarprísirnir á olju broytast. Yirlitið vísir, at í Danmark kosta 1.000 litrar av brenniolju 7.763 krónur, 'í Svøríki 5.627 krónur, í Noregi 4.525 krónur, í Føroyum 4.475 krónur og í Íslandi kosta teir 3.730 krónur. Í hinum yvirlitinum sæst, hvat prísurin á blýfríum bensini og dieselolju til bilar kostaðu hendan sama dagin. Tað yvirlitið vísir, at í Noregi kostaði ein litur av blýfríum ikki minni enn 10,42 krónur tann 15. september. Í Íslandi kostaði hann 10,24 krónur, í Bretlandi 9,74 kr., í Hálandi 9,51 kr., í Svøríki 9,14 í Føroyum 8,95 kr., í Belgia 8.93 og í Danmark 8.89 krónur. Bíligast var tað í Slovenia, har liturin kostaði 5,65 krónur. Hinvegin var diesel oljan dýrast í Bretlandi, har liturin kostaði 9,88 kr., í Noregi kostaði hann 9,61 kr., í Svøríki 9,27 kr. og í Danmark 7,74 kr. Í Føroyum kostaði hann 5,51 krónur. Bíligast var hann í Portugal, har hann kostaði 4,65 krónur. Tølini eru frá Statoil, Føroya Shell og Vejdirektoratet . Samdir tannlæknar Ársaðalfundurin hjá Føroya Tannlæknafelag var hildin á Hotel Hafnia fríggjakvøldið 29. sept. Nevndin er á val á hvørjum árið, men varð afturvald uttan mótvalevni. Kaj Antoniussen er sostatt formaður á øðrum árið við Gunn Jacobsen sum skrivara og Unnur Jensen sum kassameistara. Nú í heyst eru liðin 40 ár síðani føroyskir tannlæknar tóku seg saman at stovna egið felag. Stovnaðarfundur var 15. desember 1960. Í tí fyrstu nevndini í Føroya Tannlæknafelag var Magnus Jensen formaður, Erling Simonsen skrivari og Mia Jensen kassameistari. Føroyskt-amerikanskt vinafelag varð stovnað í summar Føroyingar hava nú í mong ár ferðast til USA at halda feriu, at ganga í skúla t.d. sum skiftisnæmingar, at vitja ætt og vinir og at arbeiða. Síðstu tíðina hava fleiri og fleiri føroysk ferðaløg verið í USA og kannað vinnumøguleikar ella fyri at víðka vitan okkara á ymiskum økjum, t.d. innan heilsuøki og teldutøkni. >>Við stovnanini af Vinafelagnum hava vit nú eitt felag fyri øll, sum kann hjálpa okkum øllum við at fáa meiri at vita um USA og eisini við at fáa í lag ymiskt føroyskt-amerikanskt samstarv<<, sigur Ólavur Gregersen, nevndarlimur og kassameistari felagsins. Aftaná síðstu ferð mína í USA, við einum bólki av føroyskum vinnulívsfólkum, dugdi eg at síggja, at okkum tørvar eitt slíkt felag, sum kann eggja til og stuðla undir føroyskt samstarv við Amerika. Men tað er so bara eitt av mongu endamálunum við hesum felag<<. Stovnararnir vóna við hesum felagnum at hava skapt eitt gott stað og hóskandi amboð, væl nýtiligt til at menna og stimbra mentanarligt samskifti og samstarv landanna millum, eins væl og at vaksa um møguleikarnar fyri ungar føroyingar at læra um USa og at koma á skúla í USA, ikki minst á teir hægru lærustovnarnar har yviri. >>Mentanarligt samstarv er fyrsta stig á leiðini til varandi samstarv millum ymisk fólkasløg<<, sigur Kára Heinesen nevndarlimur og næstformaður í nýstovnaða felagnum. >>Eg haldi tað vera sera spennandi at vera við til at fáa fleir amerikanarar at ferðast henda vegin og uppliva okkara mentan og somuleiðis at ferðaløg higani kunnu koma at uppliva tað stórbæra og fjøltáttaða landið, sum USA er frá kavaborgunum í Minnisota til indiánara bygdirnar í heita New Mexico<<. >>Møguleikarnir eru stórir<<, sigur Bjarti Mohr, ein av limum og stuðlum felagsins. >>Innan útbúgving eru sera góðir møguleikar har yviri. Men vit eiga harumframt at leggja stóran dent á ymiskt samstarv við feløg og stovnar í USA og at fáa í lag vinarbýarsamstarv. Slíkt samstarv førir við sær stórar møguleikar ikki bert fyri lesandi, men gagnar eisini vinnulívinum við at føra til øktan samhandil báðar vegir. Vit hava nógv at bjóða. Okkum tørvar bara at gerast meiri sjónlig í USA. Vit mugu fáa í lag meiri samstarv millum londini, og harvið virka fyri positivum vøkstri<<. Vinafelagið hevur longu verið við til nakað av hesum. Síðst í juni mánaði hjálpti felagið tí Amerikonsku Ambassaduni í Keypmannahavn við at skipa fyri og bjóða inn til eina móttøku, har amerikanska ambassadørurin hevði høvi til at takka føroyska fólkinum landsins myndugleikum fyri sýndan blíðskap móti ambassadørhjúnunum undir vitjan teirra í Føroyum. Uttan iva koma vit til at uppliva fleiri slíkar fundir á høgum stigi í komandi tíðum. Ikki minst tá hugsað verður um, at Føroyar eru við at trína inn á altjóða pallin sum eitt land við møguleikum fyri komandi oljuvinnu. Nevndarlimirnir í Føroyskt-amerikanska Vinafelag eru: Michael Reveal formaður, Kára Heinesen næstformaður, Max C. Weihe skrivar, Ólavur Gregersen kassameistari og Lynn Reveal nevndarlimur. Nevndin er nú í ferð við at leggja ætlanir fyri eini røð av tiltøkum komandi mánaðarnar. Øll, sum hava áhuga at arbeiða fyri størri samstarvi millum Føroyar og USA, eru vælkomin sum limir. Næsta tiltak verður ein samkoma á Hotel Eiði, leygardagin 14. oktober kl. 15. Nýggir limir eru vælkomnir við. Svenna vitjar Tíðindaskriv Svenn Arne Lysgård, vanliga nevndur Svenna, kemur í oktober mánað á sína fyrstu Føroyavitjan yvirhøvur. Ferðin er løgd til rættis soleiðis, at vitjað verður á hesum støðum: "Kelduni" í Skálfirði, "Betania", Skopun og "Evangeliihúsinum", Tórshavn. Vitjanin byrjar leygardagin 7. oktober og endar sunnudagin 15. oktober. Flestu Føroyingar kennast uttan iva væl við sangin: "Det kommer en ny tid", sum ofta og títt verður spældur í ymsu útvarpum okkara, men tey flestu vita kortini ikki hvør tað er, ið upprunaliga hevur skrivað sangin. Tað er júst Svenna, men vit kennast best við sangin innspældan og sungnan av Kjell Samuelson. Tað er nú so, at Kjell við loyvi frá Svenna hevur skrivað eitt triðja vers til sangin og Kjell dámdi sangin so væl, at hann vildi hava hann innspældan. Síðani hevur hesin sangurin rungað, sum ongantíð fyrr. Eitt er sangurin, men sjálvur persónurin Svenna er ein søga fyri seg. Nærum alt lív sítt hevur Svenna sungið og spælt. Sum skúlaungdómur var Svenna nógv happaður og var tónleikurin og sangur hansara ein máti at gera seg galdandi millum sínar javnlíkar uppá. Hann er føddur og uppvaksin í einum trúgvandi heimi, men skjótt gjørdust mongu tilboðini hann fekk ov lokkandi fyri hann at fara til støð og hendingar, ið ikki rættuliga samstemmaðu við gleðiboðskapin um Jesus, og Svenna fall frá í mong ár, men ein dag gjørdist gleðiboðskapurin um Jesus honum ov sterkur. Móðurbønin hevði eisini sína ávirkan, tí Svenna møtti í 70-árunum teimum sokallaðu Jesusfólkunum", t.v.s. ungir hippiarar, ið líktust honum sjálvum men, tó var ein munur at síggja, tí hesi høvdu ein annan boðskap at bera. Eygu teirra strálaðu av Guds kærleika og tey høvdu verunliga møtt Jesusi. Øll hesi árini burturi frá Jesusi fóru illa við Svenna, tí hann livdi eitt lív fylt við misnýtslu av sterkum rúsevnum, sum høvdu síni árin á hann. Svenna upplivdi persónliga frelsu og fekk lovi at uppliva eina ríka tíð við møtirøðum og stórari veking. Hann hevur ferðast runt í øllum Europa og havt framførslur á skúlum, fongslum, í kirkjum, í útvarps- og sjónvarpssendingum. Einki umhvørvi eingin lurtarafjøld hevur verið fremmand fyri Svenna. 30 ár innan yrkið hava givið honum ríkar royndir, bæði sum artistur og evangelistur. Hann syngur alt innan, popp, rock, blues og country og nógv av tilfarinum hann nýtir, hevur hann skrivað sjálvur. 9 plátu/fløguinnspælingar eru komnar frá hansara hond. Ein er enntá innspæld yviri í Nashville í U.S.A., har hann eisini hevur luttikið í vælkendu konserthøllini Grand Ole Opry. Svenna hevur eisini luttikið við sangi og vitnisburði innan fongsulsmúrarnar. Í Ungarn herfyri fekk hann loyvi at uppliva fleiri kvinnur gera upp við sítt gamla lív og byrja aftur av nýggjum við Jesusi. Svenna er giftur við svensku Astrid og býr nú í Mølndal, tætt við Gøteborg í Svøríki. Hann hevur hálvtíðarstarv í Hvítusunnusamkomuni har, og hina tíðina nýtir hann í tænastuni at ferðast runt við gleðiboðskapinum um Jesus, sum er mentur at umbroyta alt. Svenna vitnar persónliga á seinastu fløguútgávu síni "Trygg och fri", hvussu hann upplivdi hesa umbroting í lívi sínum við lagnum "Ofta ensam". Á møtunum fer Svenna at spæla bæði kendar og minni kendar sangir, ið allir eru ein lovsongur til Harra okkara Jesus, fyri tað hann hevur gjørt og ger. Eisini talar og vitnar hann. Harumframt verður Svenna at hoyra í okkara ymsu útvarpsfjølmiðlum hesar dagarnar hann vitjar í Føroyum. Almenna skráin fyri vitjanina er henda: 7. og 8. oktober Keldan, Skálafjørður. 10. oktober Betania, Skopun. 15. oktober Evangeliihúsið, Tórshavn Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møtir, og eisini at taka onkran við. Sum fíggjarliga hjálp til útreiðslurnar, verða offur upptikin á nøkrum av møtunum. Vallari hav nú góða nátt Seinasta bókin í røðini Søga og stev er komin út. Bókin er tann sætta í røðini, sum Árni Dahl hevur skrivað Bókarøðin Søga og stev, sum Árni Dahl fór undir í 1996, er komin at enda við sættu bókini, sum er komin út. Forlagið Fannir hevur givið út bókarøðina Søga og stev, sum er ummæli av kvæðum, vísum og tættum, sum ofta ella av og á hava verið havd á gólvi. Bókarøðin byggir á kvæðasendingar, sum Árni Dahl hevur havt í Útvarpinum gjøgnum nítiárini. Hesar fittu handbøkurnar eru frálíkar at hava, tá ein skal hyggja eitt sindur at uppruna og søgu hjá ymsum kvæðum og vísum. Tað eru, sum vera man, helst minni kendar vísur, sum eru við. Tó er onkur heilt kend ímillum, treyðugt so. Hugaligt er at sita við bókini í hondini og leita seg fram til ymiskt, ein ikki visti frammanundan. Tí hóast tað er sagt í Útvarpinum, fer tað skjótt afturvið. Í eini slíkari hondbók er tað at taka í og kann finnast fram aftur, tá brúk og áhugi er fyri tí. Nítjan eru titlarnir, sum viðgjørdir verða í seinastu bókini í hesi røðini. Aftast í bókini eru prentað yvirlitslisti og navnaskrá til allar seks bøkurnar. Ein stórfingin listi við umleið 2.000 leitiorðum. Bókin er 205 blaðsíður og kostar 200,- krónur. Tvífalda framleiðsluna Smoltstøðin Vestsmolt á Viðareiði er bygd út fyri knappar 20 milliónir. Eftir útbyggingina verður framleiðslan væntandi tvífaldað Á Dalabakka: Stóra útbyggingin á Vestsmolt hevur sum so tvey endamál. At kunna seta smolt javnari út alt árið og at tvífalda smoltframleiðsluna. Smoltstøðin Vestsmolt á Dalabakka Inni í Dølum á Viðareiði er løgd undir tak. At byrja við var ein høll, meðan tær nú eru fýra, sigur Jákup Mourits Heinesen, sum er leiðarin á støðini. Eisini eru gomlu kørini skift út við heilt stór kør. Fiskatalið er í løtuni tvær milliónir, men tá nú alt fer í gongd við fullari kraft, verður talið tvífaldað til fýra milliónir, sigur hann. Eisini hevur Vestsmolt fingið biofilturannlegg til at kalla alla framleiðsluna. Tó er tað so, sigur Jákup Mourits Heinesen, at yngulið, sum teir startfóðra, ikki hevur biofiltur annlegg. Tað er annlegg, sum reinsar og endurnðýtir vatnið. Til yngulið verður vatnið bara brúkt einaferð. Vatnið verður tó sóttreinsað, áðrenn tað kemur í kørini, sigur hann. Eitt av málunum við útbyggingini er, at tað skal bera til at seta fisk út alt árið. Tað verður stýrt soleiðis, at ljós og hiti í kørunum verða ásett av støðini. At støðin hevur biofilturannlegg ger, at ikki er neyðugt at vera so bundin av, um turkur skuldi verið. Tað er ikki tí, sigur Jákup Mourits Heinesen. Tað hevur ongantíð bilað við vatni hjá teimum. Heldur ikki í summar, sum annars var sera turt. So hann væntar ikki trupulleikar tann vegin, sigur hann. Vestsmolt fær rogn frá Fiskaaling og Fútakletti. Og smoltið, sum latið verður av aftur støðini, fer alt til alibrúkini hjá Vestlaks. Tað er eisini Vestlaks, sum eigur smoltstøðina Vestsmolt. Avskipingin gongur sera lættliga ídag í mun til, hvussu var fyrr, sigur Jákup Mourits Heinesen. Fyrr varð smoltið sent í kørum við lastbilum inn í Hvannasund, haðani tað so varð siglt við brunnbátum til aliringarnar. Í dag er tað soleiðis, at brunnbáturin kemur at klettinum niðan fyri smoltstøðina, og so verður fiskurin pumpaður gjøgnum slangur umborð. Báturin leggur tó ikki heilt at, men liggur og andøvir við slangunum spentum ímillum. Við gomlu skipanini tók tað ein heilan dag at avskipa 100.000 smolt, sigur Jákup Mourits Heinesen. Í dag tekur tað bara einar tveir tímar. Og tað doyr nógv minni undir flutninginum nú, enn tað gjørdi, tá flutt var upp á gamlan máta. Útbyggingin byrjaði so smátt fyri einum fýra árum síðan og er nú við at vera liðug, sigur Jákup Mourits Heinesen. Enn manglar biofilturannleggið at verða sett til ein lítlan part av støðini. Umframt skal hampast og fríðkast rundan um hallirnar. So er útbyggingin liðug á hesum sinni. Jú, eg hoyrdi rætt! Koyrdi í einum lastbili fríggjakvøldið. Passaði arbeiðið soleiðis, at lastin var full um útvarpstíð, so eg kundi hoyra tíðindini á veg niðan á brennistøðina. Samrøða var við landsstýrismannin í fíggjarmálum. Hann tosaði m.a. um at tálma nýtsluni, so búskapurin ikki kókar yvir og alt gott um tað. Men hóast dieselmotorurin á lastbilinum næstan yvirdoyvdi útvarpið, so hoyrdi eg hann siga, at >>kanska serliga í høvuðsstaðarøkinum<< er nýtslan stór. Hetta fekk meg at hugsa: Hava flakafólkini á virkinum í Havn ella lossararnir á Eystaru Bryggju meiri pening at rutta við enn aðrir føroyingar? Fáa almenn starvsfólk í Havn meira í løn enn aðrastaðni? Ella hvat við kommunumonnunum, sum ganga aftaná asfaltbilinum og fylla í holurnar, so vegirnir verða tryggari at koyra á? Heimahjálpirnar og vaskikonurnar á Landssjúkrahúsinum, fáa tær betri sømdir enn aðrastaðni? Nei, so er ikki. Og so kundi eg nevnt nógv onnur hampafólk, sum passa sítt dagliga arbeiði og stríðast við at fáa endarnar at røkka saman. Í mínum arbeiði komi eg hvørja viku runt um í landinum og eg síggi onki til at havnarfólk hava størri forbrúk enn onnur í hesum samfelagnum! Vinarligast, Bjarti Mohr, valevni hjá Fólkaflokkinum Frælsur ítróttur í Havn Nú eg havi latið meg stilla upp til býráðsvalið í Havn, havi eg hug at sláa eitt slag fyri frælsum ítrótti í høvuðsstaðnum. Frælsur ítróttur er grundarlagið undir øllum øðrum ítrótti. Frælsi ítrótturin er tann klassiski ítrótturin, sum var í hásæti í teimum gomlu olympisku leikunum, og sum enn dagin í dag er ryggurin í olympiskum leikum. Frælsur ítróttur verður íðkaður undir skipaðum viðurskiftum um allan heim, eisini í Eysturoynni, men ikki í høvuðsstaði Føroya. Eg haldi, at tað er stórt spell og forsømilsi av fleiri ættarliðum av býarpolitikarum, at Havnin framvegis ikki er før fyri bjóða sínum mongu borgarum ein ítróttavøll til sjálvan frumítróttin. Frælsur ítróttur fevnir um nógvar ítróttagreinir. Tær eru mest fyri einstaklingar og spenna frá renningum av ymsum slag um longdarlop, sleggjuvarp og kúluvarp til hástøkk og stangarstøkk. Hetta eru góðar kropsvenjingar, sum hava stóran týdning fyri trivnaðin hjá bæði ungum og eldri. At tær ikki kunnu íðkast og takast við í frítiðarvirksemi í dag, er eitt stórt minus fyri landsins høvuðsstað, ið kann reypa av eini svimjihøll, sum stendur mát við tær bestu í Norðurlondum. Havnarmenn hava í eina heila øld bygt stadion í Gundadali uttan at veita tí klassiska ítróttinum innivist. Eg vænti ikki, at Tórsvøllur verður broyttur í bræði, og tí haldi eg, at Tórshavnar Býráð skal ganga undan at gera eitt øki til frælsan ítrótt. Hetta øki kann til dømis vera í natúrperluni í Hoydølum. Har er pláss fyri rennibreyt og øðrum breytum, sum hoyra til ein framkomnan ítróttavøll. Har kunnu øll íðka og renna, eisini tey, sum fáast við bóltspøl, kappróður og innanduraítrótt, og tey, sum bara vilja renna sær ein túr fyri sína egnu vælveru. Tað er ikki nóg gott fyri høvuðsstaðin í Føroyum, at ítrótturin má siga Oyggjaleikirnar frá sær, tí Havnin hevur ikki teir vøllir og tær breytir, sum krevjast til kappingarnar. Komandi býráð eigur at taka spurningin um eitt øki til frælsan ítrótt upp í stórum álvara og raðfesta hann frammarlaga. Hetta er eitt tilboð, sum landsins høvuðsstaður eigur at geva sínum borgarum, og ein fyritreyt fyri, at vit kunna meta okkum javnt við aðrar høvuðsstaðir. Jógvan Arge valevni tjóðveldisfloksins til Tórshavnar Býráð Jóannes Eidesgaard í stríð við seg sjálvan Hví er Jóannes altíð so fullkomiliga undirgivin Nyrup? Hví letur hann seg brúka av donsku stjórnini, sjálvt tá stjórnin eyðmýkir føroyingar? Í floksblaðnum hjá sær grætur Jóannes Eidesgaard herfyri síni søltu tár um tað vanlukku støðu, sum nú er íkomin. Og tað er av sonnum ein verri støða: Ósemja er millum danska Socialdemokratiet og føroyingar! Á dett vanlukku skil! Tí Jóannes er jú ikki bara føroyingur hann er eisini danskur socialdemokratur. Hann er ikki bara danskur socialdemokratur hann er eisini føroyingur. Tá stríð er millum føroyingar og tann kongaliga socaldemokratiska stjórnarflokkin, kemur Jóannes í stríð við seg sjálvan. Hann verður fornermaður, beiskur og óður og tað førdi so í viku 38 til, at Føroya fólk gjørdist vitni til tvey illsinnisgleps í Sosialinum. Socialdemokratiet fyrst og fremst Tað, sum undrar mong tá Jóannes skeldar, er, at tað ongantíð er Socialdemokratiet, sum ger nakað skeivt. Tað eru altíð føroyingar, hann er illur inn á! Hetta er sera løgið ikki minst í hesum døgum. Tí tað er jú tann socialdemokratiska stjórnin, sum noktar føroyingum at tosa við ST. Tað er tann socialdemokratiska stjórnin, sum noktar føroyingum at tosa við NATO. Tað er tann socialdemokratiska stjórnin, sum leggur seg útí okkara fiskivinnusamráðingar við Ísland og Grønland. Tað er tann socialdemokratiska stjórnin, sum noktar at lýsa føroyskt sum alment mál og tjóðarmál í Føroyum. Jóannes Eidesgaard er tann avgerandi atkvøðan hjá stjórnini. Hansara stuðul er fyritreytin fyri, at Nyrup kann sita við valdið. Tí kunnu vit siga, at tað, sum stjórnin er ja, tað ger Jóannes Eidesgaard! Hansara atkvøða verður brúkt til at nokta føroyingum at fáa føroyskt viðurkent sum tjóðarmál í okkara egna landi! Hansara atkvøða verður brúkt at nokta okkum at tosa við ST og NATO, og tað er við hesum atkvøðum sum grundarlagi, at stjórnin leggur seg útí okkara fiskivinnutingirnar! Trúgvur ímóti Nyrup Tekur Jóannes undir við hesum? Vil hann, at danskt skal vera okkara tjóðarmál? Neyvan. Hann er bara so totalt og fullkomiliga trúgvur mótvegis sínum donsku arbeiðsgevarum, at sjálvt tá teir eyðmýkja føroyingar, stuðlar hann teimum, og letur seg brúka av teimum. Hann torir ikki at hótta við at taka sín stuðul aftur. Hann torir ikki ein ganga at siga nei. Hann torir bara at siga "ja, harra Nyrup"! Tá so stjórnin við hansara stuðuli t.d. staðfestir at danskt er alment mál her í landinum, ella noktar føroyingum at tosa við ST ella NATO, ja, so verður hann í øðini. Ikki inn á stjórnina, men inn á sínar egnu landsmenn! Sambært Jóannesi er feilurin ikki at stjórnin noktar føroyingum at tosa við NATO nei, feilurin er, at føroyingar biðja um loyvi til tað! Feilurin er, at føroyingar biðja um at føroyskt skal vera okkara høvuðsmál! Feilurin er, at føroyingar seta ST ein spurning! "Tað er landsstýri sum skapar samanbrestir! Landsstýrið ger sær fyri skommum!" skeldar Jóannes. Og tann einasti mátin at sleppa undan samanbrestum, ja, tað er sjálvsagt at vit geva okkum fult og heilt undir stjórnina og hennara vilja. Vit skulu ikki ein gang spyrja nakran um nakað, uttan við loyvi frá stjórnini. Vit skulu, snøgt sagt, vera eins totalt undirgivin teir donsku socialdemokratarnar, sum Jóannes sjálvur er! Tann vanligi veljarin undrast. Tí var hetta ikki maðurin, sum áðrenn fólkatingsvalið bað um stuðul frá føroyingum, tí hann skuldi niður á danating at vera eitt føroyskt jarnbrot?? Og er hetta ikki sami maður, sum hevur sagt við donsku pressuna: "_jeg lader mig ikke prostutuere"! Kai Vágfjall Fyrst tryggja inntøkugrundarlagið! Komandi bygdarráð á Sandi hevur í høvuðsheitinum fýra øki at taka sær av, ið hava serligan týdning fyri bygdina, nevniliga: Havnalagið-asfaltering Kloakkir Barnaskúlin Barnagarður Tað er altíð ringt at raðfesta, men høvuðsøkið fyri framtíðar trivnaði hevur sítt grundarlag í fíggjarligu fyritreytunum, og tí eigur alt at verða gjørt fyri at skapa umstøður hjá fiskivinnuni og tí, ið har tilhoyrir. Havnalagið Størsta skuldbindingin hjá kommununi er bundin av nýggju havnini. Bygdarráðið stóð á einum vegamóti, tá avgerð skuldi takast um, annaðhvørt havnin skuldi útbyggjast ella ikki, og hetta kravdi helst størri fíggjarorku, enn kommunan kundi bera, ella lata standa til, og harvið alt grundarlag, sum varð treytað av fiskivinnuni, vildi steðga upp. Bygdarráðið valdi at taka við avbjóðingini, og hóast skuldarbyrðan er tyngjandi í dag, so livi bygdin! Havnaøkið vestan fyri flakavirkið er planerað, men neyðugt verður við asfaltering av økinum khetta verður ein neyðug uppgáva hjá nývalda bygdarráðnum! Kloakkir Ein týðandi fyritreyt fyri trivnaði eru góð og hóskandi kloakviðurskifti. Okkum er kunnugt, at tað er sera kostnaðarmikið at kloakera Sands bygd, tí økið er so slætt, hallið lítið, og tí er neyðugt við fleiri pumpustøðum, ið eru kostnaðarmikil. Arbeiðið er í gongd, men nógv er eftir, og er ætlan við neyðugum tekningum gjørd, so ein neyv planlegging er tøk. Barnaskúlin Sands bygd hevur ein ótíðarhóskandi bygdaskúla fyri minnu børnini. Hesin er umleið 120 ára gamal, og hevur fyri neyðini stórar og kostnaðarmiklar umvælingar/byggingar, men helst var rættast at bygt nýggjan barnaskúla. Grundleggjandi eginleikar í børn okkara verða í fyrstu syftu skapt í heiminum saman við foreldrunum, men seinni skulu tey fáa kunnleika innan skúlagátt, og tí er neyðugt at karmarnir eru í lagi! Barnagarður Í hesum døgum hevur nógv verið frammi um barnagarð á Sandi. Málið er helst gjørt nógv størri og umfatandi, enn tað í veruleikanum er. Sands bygd hevur síðan miðskeiðis í 1980-unum havt dagrøktarskipan, ið efti rmínum tykki hevur riggað væl, men nú er ynski um at skipa røktina við barnagarði, og hevur bygdarráðið samtykt at vera við í hesi ætlan. Samanum tikið kann sigast, at øll hesi ynski og krøv eru treytað av einari neyvari fíggjarstýring og tí verður tað avgerandi fyri komandi bygdarráð, at tað kennir sínar fíggjarligu ábyrgd! Eyðun Viderø Biðja um frágreiðing um Fjarhitafelagið Undirritaðu býráðslimir, Jan Christiansen, Páll Petersen, Jørleif Kúrberg, biða um, at á komandi býráðsfundi tann 5. oktober, verður givin ein frágeiðing um fjarhitafelagið. Grundgeving: Við tað at ein sera stór misnøgd er millum teir borgarar í kommununi, ið eru knýttir at fjarhitaskipanini, ynskja býráðslimirnir fyri fólkaflokkin at fáa ein nágreiniliga frágreiðing um viðurskiftini millum brúkararnar og fjarhitafelagið. Tá býráðið stendur sum eigari av helvtini at P/f Fjarhitafelagnum, má tað vera rætt og rímuligt, at býráðslimir eru væl kunnaðir um viðurskiftini í fjarhitafelagnum, serliga um samskiftið millum brúkararnar av fjarhita og felagið ikki er nøktandi. Vinarliga Jan Christiansen, Páll Petersen, Jørleif Kúrberg Beata og Snarskivan Valstríðið er av álvara byrjað. Beata L. Samuelsen er farin at girða. Og hon byrjar júst har, sum systirin slepti fyri skjótt 4 árum síðan. "Duer ikke" segði prinsessan um fríggjaran. Tá var Tjóðveldisflokkurin ikki nóg góður. Og tað er hann framvegis ikki, skal greinin hjá Beatu í Dimmalætting mikudagin takast fyri fult. Beata væntar, at býráðsformaðurin fer at gera sær dælt burtur úr teirri nógvu umrøðu, sum verður komandi dagarnar í sambandi við at Snarskiva býráðsins fer í gongd. Sum góð tíðindakvinna er Beata væl kunnað um ætlanina. Kanska í so væl, tí ein kann undrast á, hvaðan hon hevur upplýsingarnar. Men lat tað fara, tí í hesum máli er ikki neyðugt við nøkrum myrkaspæli. Beata veit, hvussu nógv umsitingarligu fyrireikingarnar til Snarskivuna kosta, og at ætlanin er at upplýsa borgararnar um tiltakið við lýsingum o.s.fr. Men okkurt letur Beata liggja. Sjálv upplýsingarherferðin kostar 100.000. Kanska er tað nógv, men 300.000, sum Beata skrivar, er tað so ikki. Eisini hevur Beata hug at knýta býráðsvalið og Snarskivuna saman. Í veruleikanum er Snarskivan nógv seinkað. Hon skuldi verið opnað fyri meir enn hálvum ári síðan. Heldur Beata veruliga, at vit skulu bíða við Snarskivuni til eftir býráðsvalið? Vit mugu tó ikki gloyma, at Beata er úti í øðrum ørindum. Hon skrivar ikki sum tíðindakvinna, men sum valevni. Tað ger hon púra greitt, men tað sæst nú eisini týðuliga aftur í skrivingarlagnum. M.a. tá ið hon fær tað til, at Tjóðveldisflokkurin er næst minstur í býráðnum. Tað er hann nú ikki, hann er trið minstur. Eins og Sambandflokkurin er fimt minstur. Men tað, sum Beata hevur mest ilt av, er, at hon skal síggja "kontrafejið" hjá Leivi í tíð og úrtíð komandi dagarnar. Serliga fýlist hon á, at skattgjaldarin skal rinda fyri tað, sum hon kallar "ókeypis valpropaganda" fyri Tjóðveldisflokkin. Tað er sjálvsagt synd, um Beata missir svøvnin av hesi orsøk. Men hon hevur ikki fyri neyðini at liggja í andvekri, tí so galið verður tað ikki. Leivur er framvegis borgarstjóri í Havn, og heilt goyma hann burtur til eftir býráðsvalið ber nú einaferð ikki til. Men neyvan verður Leivur nógv at síggja í lýsingarherferðini. Hóast tað er ógjørligt hjá Tjóðveldisflokkinum og Sambandsflokkinum at vera í samgongu landspolitiskt, so letur tað seg væl gera í býráðnum. Men nú er Beata farin at seta girðingar upp. Og røttu megin girðingina verður ikki pláss fyri nøkrum Tjóðveldisflokki í øllum førum má hann haldast í bandi. Hetta boðar ikki frá góðum. Eru sjónarmiðini hjá Beatu umboðandi fyri Sambandsflokkin, verður einki samstarv flokanna millum eftir valið. Eitt eru Beata og eg tó samd um. Bæði hava vit vónir um, at Snarskivan roynist væl. Tað verður so nakað, sum ein komandi borgarstjóri fær gleði av. Um hann so eitur Leivur ella Heðin. Klæmint Olsen Býráðslimur Tey brekaðu vilja verða hoyrd Saknaði andstøðuna á tingi Leygardagin 30. september varð skipað fyri pallborðsfundi í Norðurlandahúsinum. Eitt sera gott og skilagott tiltak, sum setir ljós á dagligdagin hjá teimum brekaðu í Føroyum og avvarðandi teirra. Vit kunnu eisini staðfesta, at framløgurnar vóru á leið tað, sum vit kundu vænta. Tú kundi eisini halda, at pallborðið umboðaði allar partar. Har var landsstýrið við tveimum landsstýrismonnum, foreldur við einum umboði, almannastovan við einum og so formaðurin í MBF. Men løgtingið, sum veruliga skal gera hol í sjógvin fyri at veita hesum parti av fólki okkara mannsømulig kor, varð bara umboðað av einum fólki, nevniliga Rúnu Sivertsen úr samgonguni. T.v.s at samgongan hevði trý umboð, meðan andstøðan als einki umboð hevði. Eg haldi, at næstu ferð, skipað verður fyri slíkum frálíkum og neyðugum tiltøkum, skulu fyrireikararnir taka andstøðuna á tingi við, tí tað fer at gera innihaldið breiðari. Ein slík umboðan bindur eisini meir, tá fyrireikararnir, sum teir siga, fara at fylgja málinum upp. Hans Jørgensen Hitafelagið undir lupp Nú um dagarnar fáa vit í Hoyvíkshaganum eina dýra heilsan frá P/F hitafelagið. Vit skulu rinda 35% eyka hetta til jóla. Hetta merkir í mínum føri at í staðin fyri at rinda kr. 14.544 fyri ár 2000, skal eg rinda kr. 19.296,-. Seinastu mánaðirnar skal eg rinda kr. 2.796,- um mánaðin. Sjálvur havi eg fleiri ferðir víst á, at okkurt ikki ruggar heilt rætt í hesum felag. Havi víst mína ónøgd yvirfyri nevndarlimum og stjóra. Enn veit eg ikki hvør ræður í hesum felagnum. Er tað nevndin, er tað stjórin ella leggja teir ráð saman at knokkroyta okkum. Eitt er í hvussu so er greitt. Tað eru ivasamar reglur og grundgevingar fyri útrokningum av prísum. Vit kunnu ikki bert hyggja tigandi at. Vit vita, at felagið ikki rindar eina krónu í olju. Felagið fær sína orku frá brennistøðini á Sandvíkahjalla. Hitafelagið er als ikki tegnt at oljuprísi. Fyri tann skyld kundi toskaprísurin verið grundarlag fyri kilowattprísinum. Men vit kunnu staðfesta at eftir eitt rekordheitt og sera sólríkt summar fáa vit rekordhøga hitarokning. Stjórin og nevnd síggja sær nú møguleikan at fylla posan á tamb, nú oljuprísurin er í hæddini. Tað er ikki mín uppgáva at marknaðarføra hetta illadámda felag, men eitt hugskot kundi verið at latið prísin verið á sama støði og nú. Tað hevði merkt, at áhugin hjá teimum, ið nýta oljufýring fór at økjast at knýta seg í fjarhitaskipanina. Fleiri brúkarar, lægri prísir, logiskt ella? Stjórin hevur janvan greitt frá, at ov fáir brúkarar eru í skipanini, og tað er ein frágreiðing uppá at eingin lækking er í prísinum. Men hóast okkurt hissini hús knýtir seg í skipanina, hevur eingin munandi lækking verið at sæð seinastu 10 árini. Eg skal ikki mæla til nakað, ið kann koma okkum aftur um brekku, men eg kundi hugsa mær at eigarafeløgini taka málið upp til viðgerðar. jólini nærkast, og børnini vænta sær eina jólagávu, og tað ætli eg mær at geva teimum. So, má hitarokning verða hitarokning. Eg haldi, at kr. 1.212,- um mánaðin er nokk. Spurningurin er um vit eiga at fáa ein sakførara at kanna um felagið verður rikið á ein lógligan hátt og um mannagongdir og útrokningar eru í stríð við galdandi lógir. Býráðið og SEV kunnu neyvan hava tað liggjandi á sær at ákæra kanska verður reist ímóti teimum. Kanska onkur av nevndarlimunum av sínum eintingum ger eina roynd at broyta mannagongdina, ið sigur at felagið fylgir oljuprísinum og annars hyggja við kritiskum eygum at leiðsluni í felagnum. Tað er nógv fyri at umhugsa at selja hús, tí ein ikki hevur ráð at rinda fyri hita. Vit kunnu ikki vera hann fyri uttan. Men kr. 20.000,- um árið kann ikki góðtakast. Líggjas Høgnesen ODDAGREIN: Orðaskifti í staðin fyri orðastríð UPPSKOTIÐ til fíggjarlóg fyri 2001 er ikki kollveltandi, men almenningurin fær gott innlit í, hvat landsstýrið hevur í umbúna. Ikki minst innan samferðsluviðurskifti, har nógvar útbyggingar skulu gerast, eins og nógvar íløgur skulu gerast í skip, ferjur og tunnlar. HARAFTURAT ætlar nýggi landsstýrismaðurin at umskipa ymiskar flutningstænastur, so privatpersónar ella feløg skulu reka hesar tænastur í staðin fyri, at Strandferðslan rekur tær. Í hesum sambandi er setningurin at gera eina útbjóðingarlóg, sum skal fevna um felst øll øki hjá Strandferðsluni. TEy flestu vita, at Fólkaflokkurin hevur havt torført at góðtaka, at Strandferðslan hevur havt Farmaleiðir og Bygdaleiðir um hendi. Í nógv ár var tað fastur táttur hjá Dagblaðnum at skriva um teir reyðu lastbilarnar hjá Strandferðsluni. Men tað er nú einaferð so, at Strandferðslan bygdi upp hesar tænastur, har ongar tænastur vóru frammanundan. Tað ber altíð til at kjakast um, hvussu tað hevur gingið, men sum heild er tænastan vælvirkandi og fólk eru kring landið fegin um, at tað hevur borið til at fáa pakkar og flutning til dyrnar ella nærum. TÍÐIR broytast, og nú eru vit í eini tíð, har vanligt er at bjóða ella lisitera út tænastur. Skulu vit ganga hesa leið, so er ógvuliga umráðandi, at lógargrundarlagið er gott, og tryggjar, at vit virki og einstaklingar fáa ta optimalu og neyðugu tænastuna. Somuleiðis mugu sáttmálarnir verða soleiðis, at øll tey almennu áhugamálini vera tryggjað. SPURNINGURIN, hvussu nógv og hvørjar almennar tænastur skulu bjóðast út, ella almennir stovnar skulu reka tær, er ofta ein spurningur, sum skilur vinstra og høgra í politikki. Tað hevur higartil verið gott latín, at tað almenna skal reka tænastur, sum ofta eru eitt úrslit í strembanini at byggja upp eitt gott vælferðarsamfelag. Men seinastu árini hevur gongdin verið at luta ymiskar tænastuveitingar út. Tað verður ásannað, at tænastan er komin upp á beinini, og at tað er ikki neyðugt, at tað almenna sum so hevur tænastuna um hendi í allar ævir. Serliga ikki, um tað er rationellari og bíligari at lisitera út. Í Evropa hava flokkar til vinstru ikki bara tikið undir við slíkari hugsan, men hava eisini gingið á odda at umskipa nógvar av teimum almennu tænastunum. Í Føroyum er enn skotgravskríggj um henda spurningin. Meiri áhugavert hevði verið at fingið eitt veruligt orðaskifti um henda spurning. Andrew inn í hitan Ístaðin fyri Jákup á Borg hevur landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, tikið Andew av Fløtum í landsliðshópin Tað kom heldur óvart á Andrew av Fløtum, tá hann um døgurðaleitið týsdagin varð uppringdur av aðalskrivaranum í Fótbóltssambandinum, sum gav honum landsliðsboðini. Fegin um møguleikan Sjálvur sigur Andrew, at hann varð nóg so bilsin um um, at hann nú fekk møguleikan. Eg hevði ikki roknað við, at hetta fór at koma so knappliga, men talan hevur verið um fleiri avboð, og so havi eg helst verið næstur í røðini. Hóast tað so hesu ferð er líkt til, at hann er komin við upp á avboð, so verður hetta ikki seinastu ferð, at hann verður í hópinum hjá Allani Simonsen. Í øllum førum ikki, um tað stendur upp til Andrew sjálvan. Nei, er tað upp til mín, so verður tað avgjørt ikki seinastu ferð. Eg rokni ikki við, at talan verður um nakra spælitíð, tí Uni og Kurt mugu metast sum fremsta val til álopssessirnar. Hinvegin fái eg nú møguleika at vísa, hvat eg standi fyri, tá vant verður, og bara hetta er nakað nýtt fyri meg, tí eg havi ongantíð verið til nakra landsliðsvenjing fyrr. Tá vit týskvøldið prátaðu við Andrew, var hann enn ikki farin at pakka sær taskuna, men spentur var hann kortini. Tað man ikki vera tað stóra, sum skal pakkast, men eg havi so funnið mær passið fram. Eg eri tó sjálvsagt sera spentur at sleppa avstað, tí sum sagt, so er hetta nakað spildurnýtt hjá mær, sigur Andrew. Ikki heilt óvæntað At Andew nú hevur fingið landsliðsboð, kemur kanska minni óvart á fleiri, sum hava fylgt við í landskappingini hetta árið, enn tað tykist at gera hjá leikaranum sjálvum. Í mun til tey bæði undanfarnu árini, sum hann hevur leikt í fyrstu deild, hevur hann so at siga verið skaðafríur hetta árið, og hetta hevur eisini merkt venjingarstøðu hansara. Avrikini hava verið nógv meira jøvn, og líkt hevur eisini verið til, at hann í nógv størri mun hevur tikið ábyrgd á seg, nú hann at kalla er vorðin frontfigurir í HB-álopinum. Um hetta sigur Andrew sjálvur, at tað møguliga er nakað um tosið. Í øllum førum havi eg verið í nógv betri venjing í ár, tí eg eri sloppin undan skaðum. So er bara at vóna, at eg komandi ár kann verða í betri venjing frá kappingarársbyrjan, sigur 21 ára gamli álopsleikarin at enda. Jákup verður ikki við Jákup á Borg, sum varð tikin út, tá Todi Jónsson gav avboð, noyðist nú eisini at melda frá á landsliðnum Orsøkin til avboðið hjá Jákupi er, at hann ikki hevur møguleika at fáa frí frá arbeiðinum teir dagarnar, sum landsliðið er í Jugoslavia. Jákup harmast sjálvandi um, at hann nú er noyddur at geva avboð, tá hann endiliga aftur var inni í landsliðshitanum. Hann ásannar tó samstundis, at einasta gongda leiðin er at arbeiða enn meira miðvíst, soleiðis at møguleikin aftur fer at standa honum í boði. Vit hava enn ikki fingið uppspurt, hvørt nakar nýggjur leikari verður tikin út fyri Jákup á Borg. Ognsins fólk Fram í øllum góðum Ferðalagið við føroyska landsliðnum lendið í góðum floglíkindum í Zürich mikukvøldið Jákup Mørk/Álvur Haraldsen Zürich Eitt sindur seinkað lendið flogfarið hjá Atlantic Airways í Zürich mikukvøldið. Floglíkindini vóru av teimum bestu, so ferðin úr Føroyum tók ikki meira enn á leið tríggjar tímar, men ferðslan á vøllinum var nógv, og tí varð flogið í ring eina løtu, áðrenn flogfarið kundi seta seg. Komnir á flogvøllin gekk alt bæði skjótt og væl, og ikki gingu nógvir minuttir, fyrr enn leikarar, fjølmiðlafólk og áskoðarar kundu seta kós móti fyribils bústøðum sínum. Spjadd Føroyska ferðalagið er spjatt í trimum bólkum á ferðini. Áskoðararnir og pressan búgva miðskeiðis í býnum, tó at talan er um tvey ymisk hotel, meðan leikararnir sjálvir búgvi í útjaðaranum av býnum. Har umframt er eisini bólkurin hjá 12.manni í Zürich í hesum døgum. Hesi eru komin umvegis Keypmannahavnar við bussi, og sum vit hava skilt tað, ætla teir báðir føroysku áskoðarabólkarnir at fyriskipa eitthvørt, nú upp undir dystin. Hósmorgunin fór føroyska liðið so undir fyrstu venjingarnar, sum fóru fram á Dürbach Stadion, sum liggur í útjaðaranum av býnum. Tað tók tó sína tíð at finna fram til hetta Dürbach Stadion. Eftir at hava fingið fráboðað tvey ymisk pláss, har venjingin skuldi fara fram, og eftir at hava koyrt runt í Zürich í trý korter, eydnaðist hetta tó endiliga. Tíbetur má sigast, at hýruvognsførarin var somikið blíður, at hann steðgaði skjóttgangandi taxametrinum eftir tað fyrsta korterið, so rokningin fyri túrin ikki gjørdist alt ov stór. Allir eru klárir Venjingin sjálv tóktist ikki at vera av harðasta slagnum. Nakað av smábólti, so heimligu spælararnir aftur kundu venja seg við at hava rættiligt gras undir fótunum. Tað var tó hugaligt at staðfesta, at eingir skaðar tykjast at gera um seg á føroyska liðnum. Liðformaðurin, Jens Kristian Hansen, er nakað eymur í lærkrikanum eftir eitt langt kappingarár, meðan John Petersen hevur nakað av trupulleikum við knænum. Fyrrverandi landsliðsleikarin, Páll á Reynatúgvu, sum er annar av fysioterapeutunum á ferðini, metti tó ikki, at talan var um nakað álvarsmál, og líkt er tí til, at Allan Simonsen hevur allar mans tøkar, tá liðið skal setast. Seinasta partin av venjingini varð spælt upp á tvey mál, og av hesum var líkt til, at uppstillingin longu er um at taka skap í høvdinum hjá venjaranum. Tað tóktist í øllum førum sum um, at nakrar av ætlaðu snildunum leygardagin vórðu royndar, og skal gitast um eina uppstilling, verður henda soleiðis: Jákup Mikkelsen Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen Allan Mørkøre, Julian Johnsson, Sámal Joensen, John Petersen, Øssur Hansen Kurt Mørkøre, Uni Arge. Skal fiska fyri eina mio. kr. um vikuna Hvørki framtaksgrunnurin ella landsstýrið vildi vera við til at fíggja nýggja Hvilvtenni og tí fingu vit danska vinnulívsmannin Frank Uhrenholt, sum makkara. Hann eigur 33 prosent í felagnum, sigur Kjartan Joensen, sum í gjár yvirtók nýggjasta rækjutrolaran í flotanum Jústinus Leivsson Eidesgaard Summi eru fødd sum undangongufólk, tey hava seiggi og dirvi og tey eru ikki løtt at taka av fótum. Kjartan Joensen úr Leirvík er ein av teimum. Í gjár klokkan 11:50 yvirtók Kjartan Joensen ein spildur nýggjan rækjutrolara, sum er bygdur á norskari skipasmiðju. Trolarin kostar ikki færri enn 120 milliónir krónur og tá íð hann er til fiskiskap, so skal hann fiska fyri eina millión um vikuna, fyri at standa seg. Miðskeiðis í áttatiárunum kom hann við einum spildurnýggjum rækjutrolara, sum nú er seldur. hesin avloysti gamla Hvilvtenni, sum hevði fiskað rækjur síðan fyrst i sjeytiárunum. Mitt í ringast kreppuárum bygdi hann nútímans fiskavirki í Leirvík, sum hann sjálvur fíggjaði og nú kemur hann til landið við einum nýggjum dýrum trolara. Men Kjartan er bjartskygdur og hann hevur eisini drúgvar royndir at byggja á. Hann var ein av undangongumonnunum, tá føroyingar fóru undir rækjuveiðu og vóru teir fyrstu, sum fingu tað at bera til við hesi í Grønlandi fyrrst í sjeytiárunum. Oljan dýr ella? Oljuprísurin er ikki heilt við okkum í løtuni, men tað kemur eisini ann upp á hvussu vit hyggja upp á tað. Í 1985 kostaði oljan fyri skip 2.68 kr fyri liturin. Prísurin á rækjum lá tá um 12 krónur fyri kiloið. Í dag hava vit bunkra fyri 2.32 kr. og nú liggur rækjuprísurin um 14 krónru fyri kiloið. Tað hevur sæð verri út fyrr, sigur Kjartan Joensen. Men vit kom at brúka nógva olju. Tá eg byrjaði fyrst í sjeyti árunum við Vesturvarða høvdu vit 460 hestar tøkar. Nú hava við 7500. Lemmarnir tá vóru ikki størri enn eitt kuffert, eg lyfti einum lættliga, og Regin Vágadal hevði lyft báðum sum einki. Lemmarnir viga í dag seks tons hvør, sigur Kjartan Joensen. Burtursæð frá Næraberg, so er tað bara Enniberg, sum hevur størri tonnagu enn Hvilvtenni. Hann er á somu stødd sum Sundaberg og Vesturvón. Leygardagin verður loyst úr Noregi og skipið kemur til Føroya týsdagin. Trolarin stingur so djúpt, at hann kann ikki leggja at í Lorvík, tí verður farið á Fuglafjørð. Vit hava fingið eitt vakurt og effektivt skip, sigur Kjartan Joensen, sum sjálvur ætlar at føra skipið fyrsta túrin. 20 manns vera við Hviltvenni. Gamli Hvilvtenni var seldur í fjør. Sosialurin ynskir Kjartani og manning eydnu og Guds signing við nýggja skipinum. Smádrongur í Runavík misnýttur Týsdagin var ein níggju ára gamal smádrongur kynsliga misnýttur av einum fremmandum manni, sum fyrr er dømdur fyri sama brotsverk Sveinur Tróndarson Ein níggju ára gamal smádrongur í Runavík fekk sítt lívs skelk týsdagin. Á veg til handils í døgverðatímanum, var hann steðgaður av einum bilførara, sum spurdi um hann kundi vísa sær vegin til Rituvíkar. Ungi maðurin varð beinasamur og settist innar. Bilførarin helt nú leiðina fram eftir vegnum fram við fótbóltsvøllinum móti Rituvík, men komin til krossin Rituvík-Æðuvík, snaraði hann út eftir tí vegnum ístaðin. Eftir at hava koyrt eitt pettið eftir hesum vegnum, steðgaði hann bilinum, og fór at gera seg inn á drongin. Ungi beinasami drongurin var, sum vera man hjartkiptur, og tordi ikki at gera mótstøðu. Tíbetur fyri hann, gavst maðurin rættuliga skjótt, við tí hann hevðist at, og hann vendi aftur móti Runavík. Hann slepti dronginum av aftur júst á sama staði, har hann hevði tikið hann upp. Komin úr aftur bilinum, helt smádrongurin til beins, heim til húsa, at boða foreldrunum frá, og tað vóru tey, sum meldaðu til løgregluna, sigur Oluf Mortensen, vakthavandi í Runavík. Er dømdur fyri somu gerð Vakthavandi á støðini í Runavík sigur, at maðurin, sum framdi ógerðina, er ikki haðani. Hann býr í Havn, men var altso komin inn higar, sigur hann. Tað var rættuliga skjótt, at løgreglan fann fram til mannin, sum er 37 ára gamal og býr í høvuðsstaðnum. Maðurin er nevniliga kendur av løgregluni, og hann er tíverri, staðfestir løgreglan eisini kendur fyri júst sama brotsverk. Í 1997 fekk maðurin nevniliga ein dóm fyri kynsliga misnýtslu av smábørnum, og tá sat hann í fýra mánaðir. Bergleif Brimvík, leiðari á Kriminaldeildini á støðini í Havn, váttar, at teir hava havt tann 37 ára gamla mannin til avhoyringar, og at hann er skuldsettur fyri brotsgerðina. J`u, tað er rætt. Vit hava havt ein mann til avhoyringar fyri at hava gjørt seg inn á ein smádrong úr Runavík týsdagin. Maðurin er eisini skuldsettur, men hann varð sleptur út aftur á gøtuna, tá avhoyringin var liðug, sigur Bergleif. Leiðarin á kriminaldeildini vil als ikki tosa um hvørja revsing maðurin kann vænta sær. Hann vísir á, at maðurin hevur fingið ein dóm, sum er sitin, og at hann nú er skuldsettur fyri sama brotsverk. Hann vísir kortini á, at revsiramman fyri brotsgerðina er upp til tíggju ára fongsul, men hann staðfestir, at tað er siðvenjan hjá rættinum, sum verður avgerandi fyri hvussu hørð revsingin verður. Veðrið Lágtrýstið við Føroyar fer eystureftir og ein hátrýstryggur yvir Grønlandsfjørðinum verður yvir Føroyum fríggjamorgunin. Eitt djúpt lágtrýst við Hvarvið fer spakuliga eystureftir og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum leygarnáttina. Veðrið í dag: Fyrrapartin lot av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Seinnapartin veksur hann vindin til hvassan vind av útsynningi og suðri og um kvøldið regn. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið leygardagin: Fyrrapartin hvassur vindur av suðri og stundum regn. Seinnapartin minni vindur av vestri og sólglottar, men kanska okkurt ælið. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið sunnudagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið mánadagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Í gjár: Lágtrýstið við Føroyar fer eystureftir og ein hátrýstryggur yvir Grønlandsfjørðinum verður yvir Føroyum fríggjamorgunin. Í dag: Eitt djúpt lágtrýst við Hvarvið fer spakuliga eystureftir og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum leygarnáttina. Blástu av lívsins kreftum Hálvthundrað næmingar á Tórshavnar Musikskúla høvdu mikukvøldið konsert á skúlanum á Frúutrøð. Tað eru lærararnir, sum hava tikið stig til konsertina Konsertin varð hildin fyri at presentera tað nýggja harmoniorkestrið á musikskúlanum. Hetta eru næmingar í aldrinum 9-15 ár, og orkestrið telur 40-50 næmingar. Peder Riis-Jensen stendur á odda fyri orkestrinum. Hetta er annað árið, hann hevur verið lærari á musikskúlanum. Hvønn mikudag er orkestrið savnað á Frúutrøð undir leiðslu av Peder Riis-Jensen. Fleiri lærarar á musikskúlanum hava tikið stig til at stovna eitt harmoniorkestur. Teir eru Andrea Hendriskdóttir, Katja Volovelskaja, Jacqueline Fitzgibbon, Bjarni Berg, Eirikur Skála, Brandur Øssursson, Kenneth Jones, Edvard Nyholm Debess og Steven Foggin. Orkestrið er fyri bæði træ- og messingblásarar. Eisini sleppa bassurin og slæverkið uppí part. Hugskotið við hesum orkestrinum er sprottið í seinasta leikári, tá lærararnir tosaðu saman um tað. Endamálið er at geva teimum yngstu, sum júst hava fingið teir grundleggjandi førleikarnar á teirra ljóðføri, møguleikan fyri at vera við í samanspæli. Orkestrið skal fyrst og fremst vera eitt venjingarorkestur fyri næmingarnar, men konsertir fara framyvir at vera ein natúrligur partur av virkseminum. Hetta er ikki fyri at fara í kapping við onnur orkestur, men er gjørt í samráð við tey orkestur, sum longur eru at finna í býnum. Eldraíbúðirnar longu fullsettar Í góðveðrinum mikumorgunin setti býráðsformaðurin í Klaksvík, Jógvan við Keldu, fyrsta spakan til eldraíbúðirnar í jørðina. Áhugin er stórur, og fleiri umsóknir eru komnar inn enn talið av íbúðum Talan er um 24 íbúðir, harav nakrar eru 50 fermetrar og nakrar eru 70 fermetrar. Eisini verður eitt sambýli bygt við plássi til 16 fólk. Fólk hava víst sera stóran áhuga, og vit hava longu fingið fleiri umsóknir enn er pláss fyri, sigur Jógvan við Keldu. Tey fyrstu kunnu flyta inn um tvey ár í oktober 2002. Tá verður sambýli eftir ætlan liðugt. Tær fyrstu íbúðirnar verða klárar í januar 2003, og til ber at flyta inn í tær seinastu íbúðirnar í apríl sama ár. Leiguíbúðir Býráðið hevur lagt stóran dent á, at íbúðirnar skulu verða til leigu og ikki eigaraíbúðir. Tá íbúðirnar eru til leigu, er tað nógv einfaldari, um onkur skal flyta inn og annar út, enn um talan var um eigaraíbúðir. Endamálið er, at íbúðirnar altíð skulu verða í nýtslu, sigur Jógvan við Keldu. Íbúðirnar verða bygdar undir Kráarbrekku, sum er ovalaga á Stongunum. Tað er felagið RST Contractors við Svend Lamhauge í Lamba, sum skal standa fyri arbeiðnum at planera og gera klárt til sjálva byggingina. Arbeiðið at byggja íbúðirnar og sambýlið verður boðið út í næstum, og tí verður ikki upplýst nakað nágreiniligt um prísin. Kostnaðurin verður tó einastaðni millum tær 20 og 30 milliónirnar. Klaksvíkar kommuna, Vistarheimsnevndin og Íbúðargrunnurin seta í felag 15% í verkætlanina. Restin verður fíggjað sum lán av íbúðargrunninum. Talan er um eitt 30 til 40 ára lán. Royndarætlan Jógvan við Keldu sigur, at hetta er ein royndarætlan og tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Um hetta eydnast væl verður økið, sum liggur beint við síðuna av, eisini nýtt til slíkar íbúðir. Økið er longu lagt av til byggingina, men enn er eingin ítøkilig ætlan løgd av býráðnum. Har verða eini 26 íbúðir tøkar afturat, um ætlanin verður sett í verk. Ein føðingardagsheilsan til Poul E. Poulsen á sjeyti ára degnum Í dag, 6. oktober, eru sjeyti ár liðin, síðan Poul E. Poulsen, eisini róptur Poul á Skalla, varð borin í heim á Heyggi í Hvalba. Av einum systkinaflokki uppá seks er Poul triðelstur. Poul er sonur Annu og Jacob Meinhard Poulsen. Tað lítla heimið, sum stóð á Heyggi, kundi ikki sammetast við tað, sum vit vanliga kalla ein bústað í dag. Hetta lítla húsið var heimið hjá Poul og systkjunum, til hann var gott og væl hálvvaksin, men so mangan havi eg hoyrt Poul tosað um hvussu tey kláraðu seg, har kærleikin, trúgvin á hin altvaldandi og lívstreystið vóru lyklaorð, sum fingu alt at ganga. Ikki vóru treytirnar altíð tær bestu, men øll tóku eina hond í og soleiðis gekk tað. Tað var púra vanligt, at børnini eftir konfirmatiónina luttóku í dagliga arbeiðinum. Miðskeiðis í fýratiárunum flutti familjan í tey húsini, sum í dag standa á Skalla í Hvalba. Hesi hús læt Jacob M. Poulsen byggja, og familjan fekk meiri pláss, men kortini var húsplássið ikki so nógv, tá hugsað verður um at tey vóru átta fólk í húsi. Sum 17 ára gamal fór Poul sín fyrsta túr til skips. Hetta var við Drátti, og við hesum byrjaði lívið hjá Poul sum sjómaður. Her var hann við til hann í 1950 fór við Kalsevni at royna undir Íslandi og Grønlandi. Tíðin við Kalsevni hevur heilt greitt verið nakað serligt fyri Poul, mangan hevur hann greitt frá tíðini við Kalsevni, har hendingar og løtur strævnar sum góðar góvu hesum, tá unga hvalbinginum, royndir, sum hann ivaleyst seinni mangan gjørdi nýtslu av. 27. des. 1953 varð brúdleyp hildið í Hvalba. Tá giftist Poul við Kristinu Thomsen, ættað úr Sandvík og uppfostrað hjá Dánjal og Olinu Thomsen í Garðsini í Hvalba. Saman fingu tey 5 børn: Gunnhildur, Annolina, Dagbjørt og tvíburðarnar Johild og Berghild. Húsið á Skallanum bleiv somuleiðis teirra barnaheim, har tær vuksu upp, og hugnin saman við foreldrunum, ommuni Annu og abbanum Jacob Meinhard var í hásætinum. Vit onnur kunnu bara ímynda okkum tann mennandi og gevandi uppvøksturin húsið á Skalla hevur verið karmur um. Poul var eisini við, tá føroyingar fyrst í sekstiárunum leitaðu til Grønlands at rógva út; við >>Skallabrøður<< róði hann út saman við øðrum frá apríl mánaði og til september frá Honum dámdi væl umhvørvið í Grønlandi og í Føroyingahavnini og fyri flest allar teir føroyingar, sum vóru í Grønlandi, og familjur teirra, sum vóru eftir heima í Føroyum, var hetta ein minilig tíð, og fyri Poul var hetta tíðarskeið nakað heilt fyri seg; og lítið man vera at ivast í, at Poul er glaður fyri at hava verið millum teir føroyingar, sum leitaðu nýggjar leiðir fyri at vinna sær til dagin og vegin, og í mangar mátar hava sett varðar eftir seg, fyri eftirtíðina at líta aftur á. Um veturin, tá ikki varð róð út í Grønlandi, varð arbeitt í kolinum í Hvalba, og annars alt fyrifallandi, sum var at gera. Við áræði og dirvi tók Poul saman við øðrum stig til at keypa útróðrarbátin, sum teir nevndu Glyvraberg. Og við hesum róðu teir út í fleiri ár. Fiskieydnuna høvdu hesi royndu menn góða, og mangan fongin hava teir ført til lands millum ár og dag. Poul fór í sjeytiárunum at fiska við norðmonnum. Var eitt stutt bil við bátinum Longva, til hann mynstraði við Sjøvik, har var hann við til hann í 1974 meiðslaði seg so illa, at hann mátti gevast við sjólívinum og legðist upp á land. Hóast hetta var ein sera stór broyting í lívinum hjá Poul, sum hevði serligan tokka til sjólívið, misti hann ongantíð mótið, men byrjaði harafturímóti at skapa sær eina tilveru á landi. Lívsmótið og vónin um at framtíðin altíð lagar seg, hevur altíð sermerkt Poul, eisini tá tilveran ikki altíð hevur verið soleiðis sum ein kundi hugsað sær. Hann er kendur fyri sítt serstakliga góða hegni at gera prýðislutir, tað veri seg sluppir, modell av útróðrarbátum, lampur, veggjaprýði tað eru ikki so fá heim í Føroyum, sum eftirhondini hava eitt nú grindareiðskap hangandi á bróstinum og eina lampu standandi á hillini. Hetta er eitt ítriv, sum pápi hansara eisini fekst við, og sigast má, at Poul hevur við sera hepnari hond ført hetta víðari. Poul fór upp í nevndararbeiði hjá Bóltfelagnum Royn, har hann var við í fleiri ár og royndi at samskipa og leggja til rættis tiltøk, sum skuldu bera felagnum fíggjarliga. Samfelagsmál hava altíð havt tann stóra áhugan hjá Poul, og mangt kjakið hava vit báðir verið ígjøgnum, og hóast vit kanska ikki hava verið so samdir politiskt, so hevur kjakið altíð verið gott og gevandi, og meira enn einaferð mátti eg ásanna, at aldursmunurin og lívsroyndirnar vóru Poul til fyrimuns. Hansara nærmastu hava altíð staðið hjarta hansara næst. Børnunum hevur hann altíð veitt stuðul og hjálp, bæði á ein og annan hátt, hann er glaður, tá tað gongst teimum væl og er altíð til reiðar, um okkurt ikki gongur eftir vild, og konuni hevur hann verið ein góður maður. Tá mamma hansara gjørdist lamin, umbygdi Poul húsini, soleiðis at hann kundi hava mammu sína heima og vera um hana. Abbabørnini hava øll sum ein havt sítt serliga pláss í hjartanum hjá Poul, og eg meti ikki eg fari skeivur, tá eg sigi, at tað altíð hevur verið nakað serligt hjá ommubørnunum og abbabørnunum at hava verið hjá ommuni og abbanum í Hvalba. Við hesi kvøðu vil eg enn einaferð ynskja Poul hjartaliga tillukku við sjeyti ára degnum við ynskjum um alla góða eydnu og harrans signing í framtíðini. Áki Viðmerkingar til Fólkafloksumboðini í Tórshavnar Býrað Fjarhitafelagið Tað er at undrast á, at býráðsumboðini hjá Fólkaflokkinum ynskja at fáa eina fráðgreiðing um P/F Fjarhitafelagið til komandi býráðsfund tann 5. oktober. Grundgevingin hjá teimum er: Við tað, at ein sera stór misnøgd er millum teir borgarar í kommununi, ið eru knýttir at fjarhitaskipanini, ynskja býráðslimirnir fyri fólkaflokkin at fáa ein nágreiniliga frágreiðing um viðurskiftini millum brúkararnar og fjarhitafelagið. Teir siga víðari: Tá býráðið stendur sum eigari av helvtini at P/f Fjarhitafelagnum, má tað vera rætt og rímuligt, at býráðslimir eru væl kunnaðir um viðurskiftini í fjarhitafelagnum, serliga um samskiftið millum brúkararnar av fjarhita og felagið ikki er nøktandi. Tá tit nevna, at tað er rímuligt at býráðslimir verða væl kunnaðir og at P/F Fjarhitafelagið ikki er nøktandi, eri eg sera bilsin. Tann kunningin tit eftirlýsa eigur at koma frá tykkara egnu umboðum og at felagið ikki er nøktandi, tað er eisini tykkara egnu umboð, tað er bara folkaflokkurin sum hevur tvey umboð í Fjarhitafelagnum. Í dag sita Petur Olsen og Páll Petersen í nevndini fyri P/F Fjarhitafelagið, báðir valdir av fókaflokkinum og hevur Páll Petersen, býraðslimur eisini verði næstformaður í P/F Fjarhitafelagnum, Páll Petersen hevur siti í nevndini í fleiri ár, At Jan Christiansen og Hjørleif Kúrberg ynskja eina fráðgreiðing, er onki løgið í, men at Páll Petersen ynskir at fáa eina fráðgreiðing um seg sjálvan, tað undrar meg almikið. Góðu tit tríggjir Jan, Hjørleif og Páll, hevði tað ikki verði meira sømuligt, tá tit nú sjálvir hava alla tað ávirkan í tit ynskja í P/F Fjarhitafelagnim, at kalla inn til fundar á vanliga hátt, heldur enn at blása hetta mál upp. Tykkara viðring fyri nevndini í P/F Fjarhitafelagnum og tykkara egnu umboðum, er á einum sera lágum støði. Til síðst kann nevnast, at allir býráðslimir eru bodnir við til teir aðalfundir í hava verði hjá P/F Fjarhitafelagnum, tvs. eina ferð um árið. Á hesum aðalfundum kunnu allir ivaspurningar til nevndina reisast og kunnu eisini nevndarlimir í P/F Fjarhitafelagnum koma til orðana, eisini tykkara umboð. Vinarliga Schumann Hjaltlin, býráðslimur Valevnislisti Sjálvstýrisfloksins til býráðsvalið í Tórshavn 21. nov. 2000 Sólborg Dulavík, fyristøðukvinna, Kráargøta 3, Argir Inga Foldbo Hjallnafoss, marknaðarfólk, Eiriksgøta 12, Tórsh. Eiler Johannesen, skrivstovumaður, Turiðargøta 20, Tórshavn Jónas Johnsson, fysioterapeutur, í Sundinum, Kollafjørður Noomi Juul, handilskvinna, Dalagøta 22, Tórshavn Ása Olsen, fakfelagsleiðari, Berjabrekka 193, Tórshavn Ronald Poulsen, býráðslimur, Turiðargøta 27, Tórshavn Tórbjørn Poulsen, verkfrøðingur, Bóndabrekka 21, Tórshavn Torkil Skála, lærari, Dalavegur 4, Tórshavn Tørvandi nummarspjøldur Tíðinaskriv frá Ferðslutrygd Fólk, serliga í Havnini, finnast at, at tey illa fáa boðað frá ólógligari prutlkoyring, tí øll prutlini tykjast rættiliga eins, og eingi frámerki eru longur á prutlunum, so tey kennast ikki at. Spurt verður, hví prutlini ikki hava nummarspjøldur longur. Til tað er at siga, at tey spjøldrini, prutlini høvdu, vóru tryggingarspjøldur, latin av Tryggingarfelagi Føroya, og ikki av Bileftirlitinum. Síðani Tryggingarfelagið gavst at nýta hesi spjøldur hava prutlini eingi frámerki havt. Løgreglan upplýsir, at tað hevði verið ynskiligt við nummarspjøldrum. Vaktar- og bjargingartænastan gera íløgur í oljubasingarútgerð Ábyrgdina av at basa havumhvørvisdálkingum er ikki lógarfest, men lagt verður upp til, at Vaktar- og bjargingartænastan røkir uppgávuna Ólavur í Beiti Viðvíkjandi havumhvørvinum og uppgávum í.s.v. oljudálking v.m., stendur í ávegis frágreiðingini um Tilbúgvingarverkætlan Føroya, at í 1999 var havumhvørvislógin sett í gildi í Føroyum. Oljumálastýrið umsitir lóg um verju av havumhvørvinum. Lógin er rammulóg við atliti til fyrisitingar- og eftirlitsskipan. Her liggur stórt arbeiði á, eftirsum at heimildirnar hjá danska miljø- og energiministeriet nú eru undirlagdar Føroya Landsstýri. Heilsufrøðiliga Starvsstovan arbeiðir við at leggja tilrættis allar kunngerðirnar, sum skulu knýtast at havumhvørvislógini. Hava útgerð til taks Og viðvíkjandi og ábyrgdini av at basa havumhvørvisdálkingum, so er hon ikki lógarfest, men lagt verður upp til, at Vaktar- og bjargingartænastan røkir uppgávuna, sigur frágreiðingin. Í samband við frálandavirksemi er tørvur á útgerð til at basa oljuspill í firðum. Krøvini til oljufeløgini verða í royndarboringarumfarinum, at feløgini sjálvi skulu hava oljubasingarútgerð í Føroyum tvs. umborð á vaktarskipunum og í útgerðarhavnini. Harumframt skulu feløgini prógva, at tey hava útgerð til taks til størri oljuspillvanlukkur td. sum limir í Oljuspillútgerðarsamtøkum. Hetta merkir, at í hesum umfarinum av frálandavirkseminum verður mælt til bert at gerða íløgur í útgerð til oljuspillútgerð, sum ikki er tengt at frálandavirkseminum. Og mælt verður tí til, at Vaktar- og bjargingartænastan ger íløgur í neyðuga oljubasingarútgerð, at Vaktar- og bjargingartænastan ger tilbúgvingarætlan fyri havumhvørvisspill í tøttum samstarvi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Oljumálastýrinum tvs. tilkallingarskipan og mannagongdir, at Vaktar- og bjargingartænstan mennir eina skipan soleiðis at fólk eru sum kunna handfara og halda útgerðina viðlíka og røkja uppgávuna í.s.v. oljuspill. Handskrift hvussu og hví? Sjálvsnám Nú kunnu øll læra at skriva vakurt! Tíðindaskriv: Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út heftið Handskrift hvussu og hví, sum er framhald av røðini Betri handskrift. Hetta heftið er sjálvsnám og er ætlað næmingum í fólkaskúlanum, studentaskúlanum, til læraralesandi og lærarar sum heild. Heftið er er eisini ætlað øllum teimum, sum vilja bøta um sína handskrift ella venja og mýkja hana. Í eini tíð har teldan gerst tað vanliga skriviamboðið, er vandin fyri at missa handskiftina alstórur. Hesum kann Handskrift hvussu og hví hjálpa hvørjum einstøkum okkara við. Heftið er skrivað av Christiani Clemens, sum er viðurkendasti og royndasti einstaklingur í skrivihandverkinum í Norðurlondum. Christian Clemens hevur greitt úr hondum eina skriviskipan, sum bæði í ástøði og í royndum er eindømi. Allar tekstirnar í bókini hevur hann skrivað í hond. Kalligrafiina hevur Else Marie Frandsen skrivað. Soffía Jacobsen, Hervør Jákupsson, Ólavur Sjúrðarberg og Ingrið Sondum hava týtt og lagað heftið til føroyskt. Heftið er 40 bls. og kostar 40 krónur. Skal gera Suðuroynna bíligari Stóra handilsketan Bónus hevur nú latið handil upp á Tvøroyri Vit skulu vera bíligasti handil í Suðuroynni. Tað er herrópið, nú stóra handilsketan Bónus eisini hevur latið handil upp í Suðuroynni. Tað var mikudagin, at tann sjeyndi Bónushandilin í Føroyum læt upp, og tað var á Tvøroyri, í hølunum, har N.J. Mortensen áður hevur havt handil í mannaminnir. Niels Mortensen, stjóri, sigur, at teirra fremsta mál er, at tað skal vera bíligari at keypa í Bónus. Eins og aðrastaðni skal Bónus í Suðuroy verða bíligari enn hinir handlarnir. Tað skal kortini ikki ganga útyvir dygdina, tí Bónusketan keypir vørur í stórum og tað gevur teimum nógvar fyrimunir við avsláttri av ymsum slag. Tí eru teir eisini førir fyri at selja vørurnar so bíligar, sum tilber. Annars fer Bónus í Suðuroynni at leggja størsta dentin á kjøtvørurnar og frukt og grønmeti. Vit fara at hava eitt stórt úrval av frukt og grønmeti í handlinum á Tvøroyri. Og feskt kjøt fáa vit hvønn dag úr Miklagarði í Havn, so dygdin er fyrsta floks, sigur Niels Mortsen. Av og á fara tey eisini at skipa fyri ymsum tiltøkum fyri at gerah andilin meiri áhugaverdan, tað kann t.d. vera smakkiroyndir o. tíl. Hann sigur, tey hava leingi havt ætlanir um at lata handil upp í Suðuroy, uttan at tað er blivið til nakað fyrrenn nú. Men hann dylir heldur ikki fyri, at tað, at tíðirnar eru blivnar betri ger, at teir hætta sær undir at lata nýggjan handil upp. Leiðari í Bónus í Suðuroy er Janus Rasmussen, sum hevur staðið í Læru í Miklagarði Frammanundan hevur Bónus handil í Klaksvík, tríggjar handlar í Eysturoy, umframt tveir handlar høvuðsstaðnum Bónus og Miklagarð í SMS. Tingið uttan lóggávuvald BAKGRUND: Embætisfólkini hava tikið ræðið í Føroyum. Í parlamentarisku skipan okkara er løgtingið lóggávuvaldið meðan landsstýrið er útinnandi valdið. Kortini er tað fyrisitingin hjá landsstýrinum, ið vegna landsstýrið ger nógv tey flestu lógaruppskotini, sum løgtingið síðani bert skal avgreiða. Hetta eru tingmenn ónøgdir við, og grundlógarnevndin setir spurnartekin við málið Einasti neyðugi førleikin hjá einum tingmanni er, at hann dugir at skyna á grøna og reyða knøttinum, tá hann skal atkvøða fyri ella ímóti lógaruppskotunum, ið koma úr landsstýrinum. Soleiðis segði núverandi landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, í drúgvari samrøðu við Sosialin, meðan hann enn var tingmaður. Tað, sum Tórbjørn Jacobsen í samrøðuni sipaði til var, at tingfólk í veruleikanum bert sita í tinginum og avgreiða lógaruppskot, sum landsstýrið leggur fyri tingið. Nú er Tórbjørn Jacobsen landsstýrismaður og hevur eina umsiting, sum smíðar lógaruppskot fyri hann at leggja fyri tingið til samtyktar. Men meiningin um vantandi lóggávumyndugleikan hjá løgtinginum er ikki burtur, hóast Tórbjørn Jacobsen nú situr hinumegin borðið og umboðar útinnandi valdið. Hans Pauli Strøm, tingmaður, er limur í einum arbeiðsbólki í grundlógarnevndini, sum viðger føroyska stjórnarvaldið. Í hesum arbeiðsbólki hevur hann, saman við øðrum tingmonnum og serkønum, sett fram spurningin, um løgtingið við at samtykkja nýggju stýrisskipanina hevur latið frá sær veruliga lóggávumyndugleikan og gjørt seg sjálvt so at siga arbeiðsleyst. Serkunnleikin vantar Heilt arbeiðsleyst er løgtingið kortini ikki. Tí tað skal hvørja tingsetu, afturat mongu uppskotunum frá landsumsitingini, eisini viðgera fleiri uppskot, ið andstøðutingfólk leggja fram. Men trupulleikin við uppskotunum frá andstøðuni er í flestu førum, at tey ikki eru nóg væl gjøgnumarbeidd. Orsøkin til hetta er, at anstøðutinglimirnir og tinglimir annars ikki hava tann serkunnleikan tøkan, sum landsstýrismenninir hava í umsitingini. Tískil eru uppskotini frá andstøðuni oftast veikari enn uppskotini frá landsstýrinum, samstundis sum tað koma fá uppskot frá andstøðuni orskað av, at hon ikki hevur orku til at fyrireika uppskotini. Alt hetta ger, at tað er ein rár hending, at eitt andstøðuuppskot verður samtykt í løgtinginum. Men hetta heldur løgmaður einki løgi vera í. At flestu uppskotini, ið verða samtykt í tinginum koma frá landsstýrinum er ikki ørðvísi enn í øðrum londum, sigur hann. Málið eftir eitt val er jú, at tað skal vera politikkurin hjá samgonguni, ið verður førdur út í lívið, ger løgmaður greitt. Kortini ásannar løgmaður, at tað ikki er rætt, at alt lóggávuinitiativ skal koma frá útinnandi valdinum. Og hann er greiður um, at trupulleikin hjá løgtinginum er vantandi serkunnleiki. Tí heldur Anfinn Kallsberg, at tað møguliga hevði loyst seg at sett nakrar løgfrøðingar á løgtingsskrivstovuni, sum kundu hjálpt tingmonnum við at smíða lógaruppskot. Men samstundis heldur løgmaður, at hetta kann seta samgognuna í eina tvístøðu. (Samgongan hevur jú skrivað undir eitt samgonguskjal, sum landsstýrið við síni fyristing skal halda seg til, og tí er tað óheppi, at løgtingið við einari aðrari fyrisiting fer at mótarbeiða hesum.) Formansskapurin í løgtinginum hevur tikið nøkur stig til at betra um møguleikarnar hjá tingfólkum. Løgfrøðingar eru í ávísan mun til taks á løgtingsskrivstovuni, og tingbólkarnir hava fingið pening til at seta hvør sín skrivara. Men tingfólk halda framvegis ikki, at tey hava nóg góðar umstøður til at røkja uppgávuna sum lóggávuvald, hóast løgmaður vísir á, at tað ongantíð áður eru samtykt so nógv andstøðuuppskot, sum seinastu árini. Ov lítla tíð Ein annar trupulleiki, sum plágar tingfólk er, at nógv lógaruppskot, sum koma úr landsstýrinum, koma fyri í tinginum so stutt áðrenn neyðugt er at seta tey í gildi, at løgtingið ikki fær møguleika at viðgera tey nóg væl. Vit tigmenn sita í dag í løgtinginum og blástempla slík uppskot, sum vóru vit bert ein avgreiðsluskrivstova, sigur Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Hetta heldur løgmaður ikki vera rætt. Tí tað skal sambært tingskipanini vanliga taka hálvanannan mánað at avgreiða eitt lógaruppskot í løgtininum. Eg skilji ikki, at løgtingið kann finna uppá at atkvøða fyri uppskotum, sum tað ikki hevur sett seg inn í, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Í hesum sambandi hevur Anfinn Kallsberg hug at finnast at sjálvari skipanini í teimum ymisku flokkunum á tingi.Tí vanlig mannagongd hjá sitandi landsstýri er, at øll lógaruppskot skulu sendast út til flokkarnar til kunningar, áðrenn tey verða endaliga avgreidd í landsstýrinum og løgd fyri tingið. Og løgmaður vissar um, at soleiðis verður farið fram. Trupulleikin er bert tann, at vit hoyra aldri nakað aftur frá flokkunum, sigur løgmaður. Hendan mannagongdin hjá landsstýrinum er lík mannagongdini í Danmark, har ráðharrarnir altíð taka framsøgufólkini hjá øllum flokkunum fyri ávísa málið við í viðgerðina, áðrenn lógaruppskotið fer fyri Fólkatingið. Við hesum tryggjar ráðharrin sær, at meiriluti verður fyri uppskotinum í Fólkatinginum, hóast andstøðan í Danmark ofta er størri enn samgongan. Vanvirða tingið Men júst boðini um, at nú skuldu øll lógaruppskot frá lansstýrinum sendast út til flokkarnar til viðgerðar, áðrenn tey fara í tingið, hava skapt øsing millum politikarar. Tingfólk í samgonguni eru farin so langt sum at siga, at løgmaður við hesi mannagongd leggur upp til einaræði, og at hann vanvirðir tingið. Er samgongan liðug at viðgera øll lógaruppskot áðrenn tey koma fyri tingið, verður andstøðan sett til viks, og hetta er at vanvirða tingið, segði Heni O. Heinsen, sum tá var formaður Tjóðveldisfloksins, við Sosialin 6. januar í ár. Tað, sum ruðuleikin tá snúi seg um, var pensjónsmálið hjá Helenu Dam á Neystabø. Tað varð lagt fyri tingið 23. november 1999 og í skundi samtykt 22. desember 1999, tí lógin skuldi koma í gildi áðrenn 1. januar ár 2000. Hetta var ein tíð, har nógv uppskot vóru til viðgerðar í løgtinginum, millum teirra fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2000. Uppskotið var ikki fullfíggjað, og skapti tað beinanvegin stórar trupulleikar í skattingini av pensjónistum. Men tingmenn søgdu orsøkina til, at teir tóku undir við uppskotinum, vera, at málið kom alt ov seint í tingið og varð tískil skrumblað ígjøgnum. Á tíðindafundi longu 4. januar segði løgmaður orsøkina vera, at tingfók ikki høvdu sett seg nóg væl inn í uppskotið, áðrenn tað kom til viðgerðar, og tískil ikki vóru før fyri at mæla til broytingar. Uppskotið varð nevniliga sent flokkunum til ummælis, áðrenn tað kom fyri tingið. Løgtingsformaðurin segði við Sosialin 6. Januar, at orsøkin til ruðulleikan var, at tingið ikki hevði fingið nóg góða tíð at viðgera málið. Kommunuvallógin tvey ár ov sein Uppskotið um at broyta lógina um kommunuval, sum í dag er til triðju viðgerð í tinginum, er enn eitt dømi um eitt lógaruppskot, sum í skundi er skrumblað gjøgnum tingið uttan ávirkan frá tingfólki. Løgmaður ásannar enntá í viðmerkingunum til uppskotið, at tað skuldi verið komið longu fyri tveimum árum síðani, tá Kommunuálitið í september 1998 mælti til hetta. Men uppskotið varð ikki lagt fyri tingið fyrr enn 19. september í ár umleið 750 dagar ov seint. Síðani ganga átta dagar frá fyrstu viðgerð, sum er 21. september, til nevndin skrivar eitt álit, sum er eina lítla A4 síðu til longdar. Skuldi nakar tingmaður fingið hug at granska uppskotið nærri og møguliga fingið framt somu hoyringar og fingið somu ráðgeving, sum landsstýrið, hevði hann ikki meira enn átta dagar at gera hetta í. Rættarnevndin, sum viðgjørdi málið, hevði bert stundir at tosa við tríggar mans, sum eru at finna í eini ringrás á 500 metrar frá løgtingsskrivstovni. Nevndin hevur fund við Leiv Hansen, býráðsformann í Havn, Jens Marius Poulsen, býráðsskrivara í Havn, og Anfinn Kallsberg, løgmann. Tó tosar formaðurin í nevndini við umboð fyri Kommunufelagið og Kommunusamskipan Føroya gjøgnum telefonina. Tingið fær ikki møguleika at senda uppskotið til viðgerðar hjá óheftum serfrøðingum, rættarnevndin fær eingi innlegg frá teimum, sum skulu liva undir lógini og týdningarmikla málið verður ikki viðgjørt við almennum orðaskifti. Oman á tað heila biður landsstýrið um at fáa lógina broytta, eftir at uppskotið er lagt fram. Løgmaður heitir á rættarnevndina at skoyta upp í lógaruppskotið, at fyrsta kommunuvalið sambært hesi lógini fer fram týsdagin 21. november 2000. Lógin sigur annars, at kommunuval skal fara fram annan týsdag í november. Orsøkin til at løgmaður bað um at fáa hetta skoytt upp í lógina var, at lógin kom so mikið seint fyri tingið, at ikki fór at bera til at fáa hana lýsta á lógligan hátt áðrenn annan týsdag í november í ár. Bert avgreiðslustova Landsstýrið hevur í hesum føri enn einaferð trýst eitt lógaruppskot gjøgnum tingið. Og tingið hevur trýst á grøna knøttin og avgreitt lógina. Landsstýrið hevur alt lógarinitiativið, og tingnevndir sleppa ikki at viðgera tørvin á lógum. Men bert mál, sum eru løgd fyri tingið. Tingnevndir kunnu ikki skipa eina hoyring um tørvin á til dømis nýggjari ferðslulóg. Tingnevndir ella tingfólk kunnu ikki biðja ein jurist skriva eitt uppskot um lóg og fáa hann at finna fram viðkomandi tilfar, gera tilmæli, skriva viðmerkingar, viðgera politisku støðutakanina og so fram vegis. Tí kunnu tingfólk, føroya fólk og óheft serkøn spyrja seg sjálv, um tey ikki bert eru eitt óneyðugt avgreiðslulið í parlamentarisku skipanini. Løgmaður letur skjølini Landsstýrismálanevndin fær hósdagin tey bæði skjølini, løgmaður liggur inni við, um Helenu Dam á Neystabø og pensjónsmálið Tað er eingin ivi um, at landsstýrimálanevndin hósdagin fær skjølini, hon hevur biðið um. Hetta sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, í sambandi við, at tað í tíðindunum mikukvøldið kom fram, at hann hevur sýtt fyri at lata landsstýrismálanevndini tvey skjøl, ið hava samband við Helenu Dam á Neystabø og pensjónsmálið. Løgmaður kom mikukvøldið aftur úr Danmark, har hann hevur verið gestur til setanina av Fólkatinginum, og tí hevur hann ikki fingið skrivligu áheitanina frá landsstýrismálanevndini um at fáa skjølni fyrr enn í kvøld. Tað er landsstýrismálanevndin sjálv, sum í nýggjari reglugerð hevur gjørt greitt, at alt samskifti skal fara fram skrivliga. Tí ber ikki til hjá formanninum at siga, at eg havi sýtt fyri at lata skjølini, fyrr enn eg havi fingið eina skrivliga áheitan frá nevndini, sigur løgmaður. Anfinn Kallsberg fekk mikudagin munnligan fyrispurning frá landsstýrismálanevndini, um at fáa skjølini. Tá vísti løgmaður, sum var staddur í Danmark, á, at tað bar til at fáa skjølini frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, sum í veruleikanum eigur skjølini. Føroyskir yvirmenn í oljuvinnuni onga trygd Í tvey ár hevur Skipara- og navigatørfelagið roynt at fáa sáttmála fyri yvirmenn við føroyskum skipum í frálandavinnuni, men higartil hevur tað verið til fánýtis. Yvirmenn, ið sigla við føroyskum skipum í frálandavinnuni eru illa fyri. Teir hava nevniliga ongan sáttmála og hava tískil onga trygd. Eitt nú eru teir ikki umfataðir av tryggingini, sum Skipara- og navigatørfelagið hevur. Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagið sigur, at tey hava roynt nú í tvey ár at fáa sáttmála fyri yvirmenninar. Higartil hevur tað ikki so frægt sum eydnast at fáa samráðingar í lag. Men nú skal tað vera, tí at liggja í sáttmálaloysi longur, verður ikki góðtikið, sigur hann. Hann sigur, at tað eru tvey ár síðani, at Skipara og Navigatør vendi sær fyri tveimum árum síðani til Reiðarafelagið Fyri Farmaskip og royndi at fáa samráðingar um ein sáttmála. Vit hildu, at tað var lættari, heldur enn at samráðast við hvørt reiðarí sær. Men felagið vísti okkum burtur, tí tey einstøku reiðaríðini vóru ikki limir í felagnum og tí hevði tað onki við málið at gera Reiðarafelagið Fyri Farmaskip vildi heldur hava málið útsett til tær vanligu sáttmálasamráðingarnar skuldu vera. Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagið sigur, at síðani vendu teir sær beinleiðis til reiðaríðini, men onki kom burturúr. Men tá ið tær vanligu samráðingarnar so vórðu, førdi Reiðarafelagið fyri farmaskip aftur einaferð enn fram, at skipini í frálandavinnuni vóru ikki limir í felagnum og tí kundu samráðingar ikki vera um tað. Ellintur Abrahamsen sigur, at teir vildu ikki sleppa málinum, so teir bóðu ein einaferð um fund, hesuferð við tey einstøku reiðaríðini. Men tey bóðu eisini um samráðingar við Reiðarafelagið fyri farmaskip tí tey høvdu hoyrt graml um, at eitt skip var á veg undir føroyskt flagg og skuldi vera limir í felagnum. Heilt burturvið Ellintur Abrahamsen sigur, at fundur varð so avtalaður við tey einstøku reiðaríðini týsmorgunin. Men mánadagin kom ein áheitan úr Vinnuhúsinum á reiðararnar um ikki at fara á fundin, tí tað verður roynt at fáa teir upp í Reiðarafelagið Fyri Farmaskip. Sostatt møttu bara fýra av reiðarunum upp og tískil kom onki burturúr. Ellintur Abrahamsen heldur, at tað er heilt burturvið, at Reiðarafelagið Fyri Farmaskip soleiðis leggur seg út í samráðingarnar, sum felagið hevur víst frá sær í tvey ár. Onga trygd Ellintur Abrahamsen sigur, at sostatt liggur málið enn óloyst. Men støðan er ómetaliga óheppin hjá yvirmonnunum við hesum skipunum. So leingi teir ikki hava sáttmála, eru teir t.d. ikki umfataðir av frítíðarvanlukku- og lívstryggingini, sum Skipara- og Navigatørfelagið hevur gjørt, saman við hinum manningarfeløgum. Harumframt hava teir sjálvsagt heldur ikki ta trygd, sum ein sáttmáli annars gevur. Fáa 14 dagar Ellintur Abrahamsen sigur, at Skipara- og navigatørfelagið hevur nú avtalað nýggjan fund um 14 dagar fund við teir fýra reiðararnar sum møttu til fundin týsmorgunin. Tá fara vit at royna at fáa allar hinar reiðararnar við eisini. Hin møguleikin er sjálvsagt, at Reiðarafelagið fyri farmaskip fær sáttmála við okkum um hesar yvirmenninar, áðrenn teir 14 dagarnir eru farnir. Ellintur Abrahamsen sigur, at tey eru ikki sinnað at lata hetta draga longur út, tí nú skal ein sáttmáli gerast fyri yvirmenninar í frálandavinnuni. Hava øll átt eitt pláss Sjálvan 14. september er ein oddagrein í Dimmalætting við heitinum: >>Øll eiga eitt pláss<<. Lat meg skunda mær at siga, at hetta taki eg undir við, eisini endnum á greinini: >>Vit mugu ikki kasta okkara føðiland út í eljustríð, hatur og øvund.<< Guð gævi, at Dimmalætting nú fer at liva eftir egnum orðum. Hvør vann 14. september 1946? Og hvør stóð hjálpurt av dønum sum sigursharri. Fyri kortum skrivaði ein abbadóttir um abban, sum var koyrdur frá. tí hann tosaði føroyskt við føroysk børn í skúlanum. Hetta er ikki eindømi. Hvør einasta ætt, sum hevur hoyrt til sjálvstýrisvongiin hevur sína søgu at siga. Hvussu hava tey verið viðfarin alla hesa øldina, sum hava roynt at arbeiða fyri tí føroyska? Nú er Dimmalætting bara eitt navn og broytist sjálvandi við teimum fólkum sum skriva og stjórna henni. Lat farið vera farið, tí eg kundi eisini sagt mína søgu um Dimmalætting. Havi fyrr tikið upp eftir Sigurd Joesen, at hann býtti ikki føroyingar upp í kirkjufólk ella brøðrafólk, sambandsfólk ella sjálvstýrisfólk, fyri honum vóru allir føroyingar. Havi roynt at liva eftir hesum, meira ella minni væleydnað. Eisini plagdi eg at minna á, at vit øll eiga rvær ommur og tveir abbar, sum ikki so sjálvdan drógu hvør sína línu í sjálvstýrismálinum. Tað eru tveir partar í hesum máli, tað má oddagreinaskrivarin ikki gloyma. >>At sáa iva um føðilandsgóðskuna í samband við politiskt tjak er ófyrigeviligt og landaskaðiligt.<< At lesa ein tílíkan setning í Dimmalætting gleðir meg, og tað eg nú skrivi, siti eg ikki av beiskleika ella fyri at ilneitast og brigslast. Aftaná kríggj komu nógvir føroyingar heim, flestu teirra uppald á bygd, men tey vóru skírd asfaltføryingar, altso ikki rættir føroyingar. Allur tjóðveldisflokkurin var kommunistiskur og vildi sleppa at tæna Sovjet, og javnt settur við landasvíkjarar. Sjálvur var eg eisini skírdur kommunistur og tí ikki rættur føroyingur. Aftur fyri, at eg hevði lært í Danmark (eri føddur, meðan Føroyar var eitt reint danskt amt), skuldi eg ikki hava loyvi til at hava eina politiska meining. Harafturat var eg lærari, og tá danir goldu nakað av læraralønini, skuldi eg bara tiga um føroysk samfelagsmál. Hetta var júka, eisini tey árini eg var á háskúla, og júkarnir vistu, at háskúlin var reint føroyskur. So seint sum í hesum árinum hevur tú kunnað lisið tílikt. Og Høgni Hoydal sum er úr ættarliðnum hjá mínum børnum, hann skal eisini makka rætt, t.v.s. hava somu meinig sum sambandsflokkurin og javnarflokkurin. At hann eigur eina fitta danska ommu, sum hevur livað meðinpartin av lívinum her, verður eisini brigsla honum. Eisini at hann hevur lært í Danmark, er føddur har o.s.fr. Altso ikki rættur føroyingur. Tað tænir ongum endamáli at halda framvið at reksa allan órættin upp, sum minnilutin í Føroyum, sjálvsstýrisfólkið, hevur liðið undir av einum meiriluta, sum bert var ein meiriluti, tí teir vórðu hjálptir av aðrari tjóð. Føroyingar kunnu nústani byrja so dánt at lesa eitt sindur um sína egnu søgu tí >>føðilandsgóskan<< hjá summum føroyingum var vorðin skift út við egingóðskuna. Lønin var ofta feit størv. Skuldi tú skriva søguna fullu langir myrkir skuggar á føroyingar, sum høvdu verið nógv frammi og havt stórt vald. Men tíðin fer eisini frá teimum. Hvør tosar um tey, sum vóru ímótu fólkastýrinum t.d. Eingin águgi kann nú vera fyri fólki, sum í sínari tíð av øllum alvi bardist móti føroyska málinum, flagginum og vóru fyri at vit skuldu verða eitt amt. Hesi fólk vera við tíðini bert nevnd í eini klombru. Um tey gingu í føroyskum klæðum ella ei og ótu skerpikjøt, dansaðu føroyskan ella enskan dans. Eingin spyr um tað. Sjálv søgan fer framvið teimum, hvussu so søgufrøðingarnir spenna seg út. >>Tínar gerðir og gerningar døma teg, ikki eg<< Steinbjørn B. Jacobsen Halló, góðu føroyingar Kavin hvíttar alt her í Baffin landi hesar dagarnar, og birtir teir annars styttu dagarnar. Var mær inni á Sosialinum, á netinum hin dagin, flott sett upp, tillukku við tí men eitt stakk meg í eygað: har var mangt og hvat at fortelja frá føroyska samfelagnum, men so gott sum BARA menn. Hvar eru kvinnurnar i føroyska samfelagnum (ella fjølmiðlunum)? Gerið Føroyum tann beina at (kvinnur!) takið lut í almennu samfelagsviðurskiftum, og (menn) gevið meira rúm, í medvitinum og fjølmiðlunum, til kvinnur og tað tær geva til dagliga góða lívið í Føroyum. Óinteressant hevði verið uttan. Takk fyri orðið. Rannva rannva@nunanet.com Hví eru rækjur >>ogn Føroya Fólks<>Sonur mín, far í dag og arbeið í víngarðinum<<. Matt. 28, v. 20 Tað er Jesus, sum sigur hesi orðini. Hann fortelur okkum um Gud, hvussu hann kallar okkum til samfelag við seg og til tænastu í ríki sínum. >>Sonur mín!<< ljóðar tiltalan ikki >>trælur mín<< ella >>tú fremmandi<<. Men hann nevnir okkum sonur/dóttir. Og vit kunnu svara honum aftur við eini tiltalu, sum svarar til hetta: >>Faðir mín<<. Ella við tí tiltalu, Jesur hevur lært okkum at brúka: >>Faðir vár!<< Tí orsøkin, til at vit eru Guds børn og kunnu kalla Gud faðir okkara, er tann, at ein dag kom Guds egni sonur til okkara og fullførdi tann gerning, sum skuldi til, fyri at vit kundu gerast hansara brøður og systrar og fáa Gud sum faðir. Við tað at Jesus er komin til okkara og hevur gjørt brøðralag við okkum, hevur hann givið okkum lut í øllum teimum rættindum, sum eru hansara, bæði her í tíðini og um allar ævir. At geva Gudi eitt svar, sum hóskar til hansara tiltalu, er trúarinnar álitisfulla ja til hansara. Hann er faðir mín, hvat so enn møtir mær og hendir mær. Antin eg skilji hansara veg og vilja og vil ganga hann, ella hann letur henda mær tað, eg skilji og helst vildi sloppið undan, so er og verður hann Faðir mín! Um enn hann ikki vil alt, sum møtir og hendir okkum, vil hann okkum nakað gjøgnum alt, hann letur henda okkum. At trúgva á hann er at biðja seg inn í hansara vilja. Tí lærdi Jesus okkum jú eisini at biðja: >>Veri vilji tín, sum í himni, so á jørð!<< At trúgva er ikki, at eg skal fáa alt soleiðis sum eg vil, men tað er at finna inn hagar, har vit tora at lata Gud vera Gud. Tryggleikin er at hvíla í tí, at Gud er faðir mín og eg eri barn hansara. Hann veit betur enn vit sjálvi hvat okkum tørvar av gleði og av harmi, henda dagin og allar okkara lívs dagir. Faðir, veit mær fasta trú, Fremsta álit mítt ver tú, Fastan halt meg tær íhjá, Fellur enn mær verðin frá. Sb. 305, v.2. Jónsvein Bech Kirkjur og samkomur Gudstænastur 16. sunnudag eftir Trinitatis Vesturkirkjan: kl. 11, konfirmatión, Bergur D. Joensen Havnar kirkja: kl. 11, konfirmatión, Sonja Klein Vestmanna: kl. 11, konfirmatión, Inga P. Dam Sørvágur: kl. 11, David Johannesen Glyvrar: kl. 11, prestainnseting, Bjarni Bæk innsetur Meinhard Bjartalíð Selatrað: kl. 11, konfirmatión Jógvan Fríðriksson Christianskirkjan: kl. 11, konfirmatión Hans Eiler Hammer Tvøroyri: kl. 11, konfirmatión Petur M. Rasmussen Svínoy: kl. 12 Heri Joensen Frá komandi sunnudegi verður farið í kirkju í Fuglafirði og Hellunum kl. 12. Ebenezer Sunnudagin kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti, kl. 21 útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morgunmøti, vitjan av Andreas, við temanum >>åbne dør<<, missiónsfilmur verður vístur, kl. 18 evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17 landsbøn, kl. 19 ungdómskvøld, í morgin kl. 11 familjumøti. Mánadagin kl. 20 bønarskúlin. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 sunnudagsskúli, kl. 17 møti. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Minnismáltíð Harrans, kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman við Jákupi Kass, presti. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Onki Várgleði fyri børn, vegna heystfrí. Frelsunarherurin, Tórshavn Fríggjadagin kl. 20.30 ungdómsklubbur. Sunnudagin kl. 11 møti, major Tjåland talar. Eingin sunnudagsskúli. Kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti, heimaforbundsdagur, Sofía Jacobsen talar. Systrarnar luttaka á møtinum. Møti fyri børn hvønn dag frá mánadagin 9.okt. til fríggjadagin 13. okt. kl. 17-18. Rhema á Hálsi Fríggjakvøldið kl. 18-19 A.T.A.P. (barnaklubbi. Leygarkvøldið kl. 20 ungdómsmøti. Sunnudagin kl. 11 møti og sunnudagsskúli. Morgunbøn mánadag til fríggjadag kl. 8.30-9.30. Øll eru vælkomin. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin í Hoyvíkar skúla ongin sunnudagsskúli vegna heystfrí. Kl. 17.30 bøn og kl. 18 møti við Eyðun Jacobsen, lovsongsleiðara. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti hjá Elly og Louis Durhuus, Brattalíð 15. Øll eru vælkomin. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli og møti kl. 17 við Hera Tróndheim. Barnaansing er hvørt sunnukvøld, meðan møtið er. Mánakvøldið venur Manskórið kl. 19.55. Týskvøldið verður bíbliutími kl. 20, Dánjak kap. 1 Mikukvøldið venur Meinigheitskórið kl. 19 Hóskvøldið verður Einki ugndómsmøti vegna L.U.S. (Landsungdómsstevnan). Kirkjan, Norðskála Sunnudagsskúli verður sunnudagin kl. 14.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Filadelfia, Sundalagi Sunnudagin kl. 18 verður møti við Sonna Djurhuus. Saron, Vestmanna Í kvøld onki møti, vegna møti í Filadelfia Hósvík. Leygardagin kl. 20 møti í skúlaauluni í Vestmanna við Wilhelm Langemyr. Sunnudagin kl. 11 morgunmøti í Saron, Wilhelm Langemyr talar. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Norðstreymoyingar Møtirøðin vil Wilhelm Langemyr heldur áfram í Filadelfia í Hósvík í kvøld kl. 20. Leygardagin kl. 20 møti í skúlaauluni í Vestmanna. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Leirvík Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20. Ung úr Leirvík luttaka við orði, vitnisburði og undirhaldi. Aftaná verður drekka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Ørkin, Saltangará Leygardagin kl. 20 evangeliskt møti í losjuni í Gøtu. Møti verður sunnudagin kl. 17 í Arbeiðarafelagshúsinum Hæddini í Saltangará. Týsdagin kl. 20 húsmøti hjá Jonnu og Palla Højgård, Saltangará. Hósdagin kl. 20 bønarmøti. Verið hjartaliga vælkomin. Keldan, Skálafirði U-Alfa legan byrjar fríggjakvøldið kl. 18. Vikuskiftisfundir við Svenna, sangevangelistur frá Norra, leygarkvøldið kl. 20 og sunnudagin kl. 17. Barnamøti kl. 17. Tú ert vælkomin í Kelduna. Betania, Skopun Sunnudagin eingin sunnudagsskúli vegna heystfrí. Morgunmøti kl. 11, kvøldmøti kl. 18. Øll eru vælkomin. Týsdagin kl. 20 sangmøti í Betania við Svenna! Øll eru hjartaliga vælkomin. Zion, Sandur Eingin sunnudagsskúli vegna heystfrí. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Kirstein og Noru. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 evangel. fundur. Mánadagin kl. 20 bønarfundur. Ónsdagin kl. 20 uppbygg. fundur. Frelsunarherurin, Vágur Leygarkvøldið kl. 20 bøn og lovsangur. Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Toril og Niels Edvard Olsen. Mánadagin kl. 20 heimaforbundið. Hirtshals Fríggjakvøldið 6. okt. verður føroyskt møti í missiónshúsinum kl. 19.30 við Hera Elttør o.ø. Høvi verður at geva eina gávu til arbeiðið. Kaffi o.a. verður eftir møti. Ålborg: Føroyskt møti verður í Ålborg missiónshúsinum (Jernbanegade 16) sunnukvøldið kl. 19 við Hera Alttør. Høvi verður at geva eina gávu til arbeiðið. Kaffi verður eftir møti. Andlát 28. september Hansina Joensen av Oyri, 92 ár Jenny Poulsen á Ólafløtti í Sumba, 74 ár 29. september Judith Holm í Porkeri, 83 ár Heinina Djurhuus, vanliga nevnd Henna, av Skála, ættað innan Glyvur 84 ár Judith Holm, Porkeri. 83 ár Åse Holm Carlsen, Havn. 84 ár 30.september Oliver Johannesen, Skarvanes. 76 ár Óla Hans Jacobsen, Vestmanna. 72 ár 01. oktober Allan Poulsen, Gøtuskeggi í Norðragøtu, 28 ár 02. oktober Maria Anthoniussen, fødd Djurhuus, Innan Glyvur, búsitandi í Klaksvík, 78 ár. Kristoffer Johannesen, á Skarvanesi, 77 ár Páll Olsen, í Tórshavn, ættaður úr Søldarfirði, 72 ár 03. oktober Katrin Thomassen úr Havn, 60 ár Føðingar 21. september fingu Turið við Høgadalsá og Jón Otthamar, Benløse, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3910 gr. 28. september fingu Óluva og Alvi Mortensen, Tvøroyri, eina dóttir. Hon var 51 cm. long og vigaði 3700 gr. 30. september fingu Majken og Jørmund Ellingsgaard, Eiði, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4300 gr. 30. september fingu Vanja Wraae og Anfinnur Nyholm Debess, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3485 gr. 30. september fingu Anja Rein Jacobsen og Ingi Jacobsen, Hoyvík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3300 gr. 1. oktober fingu Una Hansen og Mourits S. Jacobsen, Klaksvík, eina dóttir. Hon var 52 cm. long og vigaði 3260 gr. 1. oktober fingu Miriam Magnussen og Høgni Johannesen, Tórshavn, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3700 gr. 1. oktober fingu Mai og Hugo á Húsamørk, Leirvík, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3500 gr. 1. oktober fingu Sóleyð Debes Jacobsen, Vestmanna og Hjalmar Suni Knudsen, Skála, eina dóttir. Hon var 57 cm. long og vigaði 4400 gr. 2. oktober fingu Margrethe og Jóan Pauli Jørgensen, Sørvágur, ein son. Hann var 47 cm. langur og vigaði 2525 gr. 2. oktober fingu Elin Guðjónsson og Agnar Højgaard, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3900 gr. 2. oktober fingu Eydna og Arnold Hvalsrætt, Argir, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4250 gr. 3. oktober fingu Randi Holm, Kvívík og Ingi Durhuus, Vestmanna, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3400 gr. 4. oktober fingu Elisabeth Henriksen og Jóannes Gaard, Argir, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3600 gr. 5. oktober fingu Durita Gilstón Thorsteinsson og Tom Kirk Eldevig, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3100 gr. 5. oktober fingu Randi og Christian Joensen, Sandur, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4100 gr. 5. oktober fingu Durita og Odd Bjellvåg, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4000 gr. Svínoy fyrsta oljukeldan Svínoy fer oljukeldan at eita, tá og um bretska oljufelagið BP rakar við olju á landgrunninum í fyrstu boringini næsta ár. Tað verður boripallurin Jack Bates, sum fer at bora fyrsta brunnin hjá BP á ólavsøku 2001. Møguliga oljukeldan liggur 5000 metrar niðri í undirgrundini. Jan Müller Bretski oljurisin BP hevur leigað ein av heimsins mest framkomnu boripallum, Jack Bates til at bora á føroyska landgrunninum um ólavsøkuleitið ella fyrru helvt av august næsta ár. Gongst eftir ætlan verða tveir brunnar boraðir. Talan er um boring á 1000 metra dýpi og verður borað 5 kilometrar niður í undirgrundina, har serfrøðingarnir hjá BP halda seg síggja tað, ið líkist eini stórari oljugoymslu. Henda boringin fer at taka einar 60 dagar. Føroyabólkurin hjá BP, serfrøðingar av ymsum slag, hevur júst vitjað í Føroyum fyri at kunna seg við viðurskiftini her og fyri at gera fyrireikingar til komandi leiting. Leiðarin í Føroyabólkinum, ið telur umleið 16 fólk, er Brian Mitchener. Hann dylur ikki fyri, at ovasta leiðslan í BP raðfestir Føroyaøkið millum fremstu av komandi oljuøkjum hjá BP í altjóða høpi. Vit eru ótrúliga fegnir um, at hava fingið júst tað økið sum vit bóðu um og hava vit longu navngivið tey trý prospektini (øki í undirgrundini, har teir meta olja finst) við føroyskum nøvnum. Navnið á fyrsta prospektinum økinum har teir fara at bora mánaðarskiftið juli/august næsta ár er Svínoy. Næsta økið, har enn enn brunnur verður boraður er Viðoy, og tiðja økið hevur fingið navnið Kunoy. Alt lisensøkið BP hevur fingið tillutað verður nevnt Borðoy. Um nøvnini eru tilvildarliga vald ella BP hevur valt at standa væl um sátt við stýrandi politikarnar úr Norðoyggjum skal standa ósvarað! BP hevur bundið seg til at bora tríggjar brunnar komandi trý árini, men verður rakt við olju í tí fyrsta brunninum, er ætlanin at bora enn eina brunn næsta heyst. Tosað hevur verið um at skipa ein felagsskap >>Faroese Operators Organisation<<, har operatørarnir samarbeiða á boriøkinum og á øðrum økjum við. Hetta samstarvið hevur fingið fullan stuðul frá Oljumálastýrinum. Tað tykist eisini at vera lættari nú hjá operatørunum at fáa hendur á hóskandi boripallum til hetta økið, nakað, sum fyri stuttum sá svart út. Brian Mitchener frá BP heldur tað er sera positivt fyri alt Atlantsmótið, at tað er møguligt at fáa fatur á boripallum. Einki avgjørt um útgerðarhavn Sosialurin skilur, at hvørki BP ella hinir operatørarnir hava avgjørt, hvørja havn í Føroyum teir vilja brúka til útgerðarhavn. Talan er um tríggjar møguligar havnir og tosa operatørarnir sínámillum um henda spurningin. Ætlanin er so at tosa við Oljumálastýrið m.a. fyri at vita, um tað eru serstøk politisk ynski í hesum máli. Hóast feløgini skulu leggja fram fyri myndugleikarnar, hvat tey ætla at gera á teimum ymsu økjunum, so hava tey ikki fingið nakað krav um at seta navn á útgerðarhavnina til tann 17. november, tríggjar mánaðir eftir loyvisgevingina, tá feløgini skulu leggja sínar arbeiðsskráir fyri myndugleikarnar. Spurningurin um veruliga tørvin á eini útgerðarhavn í sjálvum leititíðarskeiðnum hevur ikki verið nógv umrøddur higartil, og vit spurdu tí Brian Mitchener frá BP, um ein boripallur ikki er so mikið væl útgjørdur, tá hann kemur í føroyskan sjógv, at tørvurin á eini føroyskari útgerðarhavn og føroyskum vørum og tænastum er minimalur! Tað er avmarkað pláss á slíkum palli. Vit hava avgjørt brúk fyri eini útgerðarhavn og fyri at kunna keypa vørur og tænatur úr landi í Føroyum so sum brenniolju, mat o.a. Hetta er eisini nakað, sum operatørarnir tosa um saman. Hann vísir á, at teir í løtuni eru við at hyggja at øllum logistikkinum í økinum. Tað er stytri úr Føroyum til oljufeltini í bretskum sjógvi, Foinaven og Schiehallion enn til Peterhead og fara teir eisini sum ein møguleika at hyggja nærri at, um tað kanska er lættari at veita ávísar tænastur til hesi oljufeltini eisini úr Føroyum. Hetta kann vera ein møguleiki men enn er eingin avgerð tikin um tað. Annars er ætlanin at flyta øll fólkini til og frá pallinum um føroyskan flogvøll við undantaki av vánaligum umstøðum so sum illveðri og mjørka, tá tað kann hugsast at farið verður beinleiðis til Bretlands. Føroyar týðandi leiklut Føroyski landgrunnurin eigur ein týðandi leiklut í framtíðar strategiini hjá BP í Norðurvestureuropa. Framleiðslan hjá felagnum í dag frá hesum økinum er uppá 800.000 tunnur um samdøgrið og ætlanin er at fáa økt hana til 1 mill. tunnur. Til tess at kunna tryggja hesa øking næstu 10 árini er Føroyaøkið ein týðandi partur. Hjá BP dylja teir ikki fyri, at onnur oljufeløg hava víst stóran áhuga fyri at vera við í tess Føroyalisensi. Talan er m.a. um feløg, sum ikki fingu tillutað nakað loyvi í útbjóðingini. Men BP vil framvegis vera einsamalt um hetta loyvið. Og kann hetta bert skiljast sum at felagið metir góðar møguleikar vera at gera fund og tí einki hevur ímóti at standa einsamalt við øllum váganum. Vit spurdu Brian Mitchener í hvønn mun teir ætla at krevja av borifelagnum teir gera avtalu við um at brúka føroyskar vørur og tænastur og harvið halda seg til grein 6 í oljulógini. Hann sigur, at sum operatørur fara teir sjálvandi at fylgja tí, sum álagt verður teimum í føroyskari lóg. Men hvat fara teir at gera, um tað verður dýrari at fáa hesar vørur og tænastur úr Føroyum enn úr eitt nú Bretlandi? Vit fara at kanna umstøðurnar her og eg trúgvi ikki, at útreiðslurnar verða hægri við at brúka føroyska marknaðin. Avbjóðingin verður sjálvandi ikki at økja útreiðslurnar fyri eitt slíkt boriarbeiði við Føroyar í mun til aðrastaðni. Vit royna at fáa føroyingar við, men sjálvandi ikki fyri ein og hvønn prís. Eg trúgvi eisini, at føroyingar sjálvir hava áhuga í at vera kappingarførir. BP-stjórin sigur, at teir hava tosað við føroysku myndugleikarnar um hesi viðurskiftini, sum hava gjørt tað púra greitt fyri teimum, at tað skal vera eitt føroyskt element við í arbeiðinum. Vit ætla okkum at fylgja hesum soleiðis at føroysk virki vera við í arbeiðinum. Leita eftir høli og íbúðum Hetta er fyrstu ferð, at Føroyabólkurin hjá BP vitjar. Føroyski stjórin í føroysku deildini hjá BP, Hjarnar Djurhuus leggur alstóran dent á, at útlendsku oljufeløgini fáa innlit í føroysk viðurskifti og hesar seinastu dagarnar hava BP-fólkini m.a. sitið á skúlabonki og lært nakað um føroyska málið. Tórður Jóansson, sum er kønur bæði í føroyskum og enskum og er góður ambassadørur fyri báðar mentaninar hevur undirvíst og er ætlanin, at hann skal halda fram at undirvísa oljufeløgunum í føroyska málinum. Eisini fáa tey innlit í føroyska mentan og samfelagsviðurskifti. Higartil hevur BP hildið til í leigaðum hølum á Skansavegi. Nú nærkast leitingini og eini 10 til 16 fólk skulu starvast á skrivstovuni dagliga er tørvur á meiri plássi og í løtuni verður leitað eftir einum nýggjum høli til skrivstovu. Eisini verður leitað eftir íbúðum til fleiri av fólkunum. Vit vilja hava eina nóg stóra skrivstovu, haðani okkara fólk kunnu hava sera góðar samskiftismøguleikar við Aberdeen. Teir kunnu seta upp útgerð her men fara at gera mesta av tí tøkniliga arbeiðinum í Aberdeen. Ætlanin er eisini at skipa so fyri, at føroyingar og her serstakliga umboð fyri Oljumálastýrið kunnu sita á skrivstovuni og fylgja allari boringini >>live<< á telduskíggjanum, tá tann tíð kemur sigur Brian Mitchener. Uppá fyrispurning um tað ikki hevði gagnað eini komandi 2. útbjóðing á føroyskum øki, um feløgini, sum fingu loyvi, pliktaðu seg til eisini at bora inni á basaltinum sigur Brian Mitchener, at rættast er at brúka orkuna uppá at finna olju í bestu økjunum. Teir vita eisini so lítið um økini, har tjúkt basalt er. Men fer tað at ganga væl við leitingini, og teir fara at fáa atgongd til nýggja tøkni, so fer m.a. BP komandi árini at brúka orku uppá at loysa basaltgátuna tvs. kunna síggja niður gjøgnum basaltið og harvið lata upp fyri einum nógv størri øki til oljuleiting longur inni á landgrunninum. Ein partur av pengunum, sum BP hevur játtað at brúka í Føroyum, er nevniliga eisini til at fíggja víðari kanningar av nettupp økjum við tjúkkum basalti. Barnafagnaður við Gøtugjógv Tríggir barnagarðar í Eysturoynni fara í dag at skipa fyri barnafagnaði í fimleikarhøllini við Gøtugjógv. Har verður ymiskt forvitnisligt at uppliva Við Gøtugjógv: Barnagarðurin við Gøtugjógv skipar í dag saman við barnagørðunum í Fuglafirði og Runavík fyi barnafagnaði í fimleikarhøllini í skúlanum við Gøtugjógv. Tiltakið byrjar á middegi og heldur fam til klokkan 16.oo seinnapartin. Endamálið við tiltakinum er, at børnini fáa høvi at royna sansirnar. Ymiskt forvitnisligt, sum børnini hava gjørt og vant, verður at síggja og hoyra. Børnini við Gøtugjógv fara at vera trøll í dag. Soleiðis meira ella minni, siga tey í barnagarðnum. Børnini hava síðan í vár arbeitt við at gera eitt trøllahelli, har til ber at koma inn og royna sansirnar. Við Gøtugjógv siga tey, at tey vænta vitjan av onkrum smátrøllum, sum hava lovað at koma í hellið í hjá teimum í dag. Og trøllabørn eru rættiliga fitt, frætta vit. Eisini fara børnini at siga søgur um trøll og tílíkt, sum hevur við trøll at gera. Syngja skjaldur og vísur um millum annað føroysk húsdjór. Alt slíkt, tey hava lært og arbeitt við, meðan tey hava verið í barnagarðinum. Ein pallur verður settur upp, har børnini fara at framføra tað, tey hava lært í barnagarðinum. Framførslur verða hvønn tíma, meðan opið er. Klokkan 13.oo fara børn úr dagstovninum í Fuglafirði á pallin. Klokkan 14.oo verða tað børnini úr barnagarðinum í Runavík, meðan tey, sum ganga við Gøtugjógv verða at síggja og hoyra klokkan 15.oo. Í barnagarðinum við Gøtugjógv siga tey, at møguligt verður at fáa myndir tiknar av børnunum. Fotografur verður í fimleikarhøllini. Eisini verður loppumarknaður við klæðum, leikum og øðrum á barnafagnaðinum, umframt at kaffi, te, køkur, bollar og pylsur verða at fáa til keyps. Og so kann tað eisini vera, siga tey, at okkurt óvæntað fer at henda. Fyrireikararnir biða heilsa og siga, at tað kostar einki at koma til barnafagnaðin í fimleikarhøllini við Gøtugjógv í dag. Broyta bygdarhúsið í Leirvík Bygdarhúsið í Leirvík stendur fyri eini umfatandi útbygging, sum fer at kosta umleið hálvatriðju millión kónur. BRF vil ikki fíggja, tí teir lána ikki føroyingum fleiri pengar Leirvík: Bygdarhúsið í Leirvík verður bygt út, so umstøðurnar í húsinum verða nógv betri, umframt at húsið verður nógv vakrari uttan. Bygdarhúsið eigur eitt sindur av peningi, og restina er ætlanin at fíggja við láni. Tað var eitt áhugafelag, sum eigur bygdarhúsið í Leirvík. Fólk hildu, at tað var ein ávísur tørvur á einum slíkum húsi í bygdini, og tí varð húsið bygt. Seinni hevur tað víst seg, at tørvurin hevur verið aðrastaðni eisini. Húsið hevur verið nógv nýtt av fólki í grannabygdunum, eins og fólk av Skálafjørðinum eisini hava havt ymisk tiltøk har. Men nú vænta leirvíkingar kapping frá nýggja mentanarhúsinum í Fuglafirði, sum skjótt verður liðugt. Tá húsið varð bygt í 1986, varð tikið eitt lán upp á eina millión í danska fíggingargrunninum BRF. Hetta lánið verður útgoldið á nýggjárinum, sigur Jógvan Elias Joensen, sum er ein av stuðlunum hjá húsinum. Søkt varð um nýtt lán haðani til útbyggingina, sum nú stendur fyri, men svarið frá BRF var, at teir læntu ikki føroyingum pengar meira. Tað verða rættiliga nógv tiltøk av ymsum slagi hildin í bygdarhúsinum í Leirvík. Tað er næstan ikki vika, at ikki okkurt er at frætta um bingo ella annað, sum verður í húsinum. Og veitslur sum brúdleyp og tílíkt hava verið hildnar heilt nógvar har. Umleið 10.000-12.000 fólk eru árliga komin í bygdarhúsið, sigur Jógvan Elias Joensen. Hann leggur dent á, at øll hesi fólkini eru farin óvanliga væl við húsinum. Ein wc-kumma, eitt vask og ein hurð er tað, neyðugt hevur verið at skift út, hóast øll hesi fólkini hava nýtt húsið í fjúrtan ár. Men umstøðurnar inni hava ikki verið tær bestu til veitslur og dans. Tað hevur verið ov lágt til loftið, so luftin inni hevur verið brúkt rættiliga skjótt. Tað hevur verðið heitt og kvali. Tosað hevur verið um, hvussu gerast skuldi við húsið, tí greitt hevur verið, at okkurt mátti gerast. Okkurt hugskot hevur verið um at byggja eina hædd aftrat oman á. Men tað hjálpir einki upp á, at hallirnar í neðra eru ov lágar, og so varð mett, at tað fór at verða rættiliga dýrt eisini. Tí varð vald ein heilt onnur loysn. Nevniliga at lyfta takið, soleiðis at ovara helvt av húsinum gerst umleið dupult so høg sum tann niðara. Eftir umbyggingina verður høgt upp í tróðri. Ovara helvtin umleið dupult so høg sum tann niðara. Vindeygu verða í tí ovara partinum omaneftir, umframt at nøkur eisini verða norðureftir. Einir 70-80 fermetrar av gamla takinum verða liggjandi í gongini og eitt sindur inn í stóru høllina. Har verður ein svali, sum fólk kann sita á, og yvir gongini verður so eitt loftsrúm, sum kann gagnnýtast. Umframt verður eitt sindur bygt upp í køkin, sum verður nógv arbeiðsligari av tí sama, sigur Jógvan Elias Joensen. Slætta takið gjørdi, at vatnið ikki setti so væl av, sum ynskiligt var. Og vatn hevur hatta har við at vilja sleppa niðureftir. So tað var onkur smávegis leki, sum sjálvandi gjørdi skaða á húsini. Hesum skuldi sloppist undan, nú hall kemur á takið. Eisini var eitt sindur av fukti av vætu, sum setti inn undir húsið. Hesum ætla tey at sleppa undan við at drena rundan um húsini, sigur Jógvan Elias Joensen. Hnn vónar, at umbyggingin verður liðug til nýggjárs. Men tað velst alt um veður og vind. Tað hevði sjálvandi verið betri, um smíðað varð í summar. Men húsið var so nógv umbiðið fyrru helvt av árinum, at valt varð at bíða við umbyggingini, til >>brúdleypssesongin<< var av í summar. Tað eru leirvíkingar, sum smíða. Jógvan Elias Joensen sigur, at fólk hava verið ófør at stuðla bygdarhúsinum. Eitt nú hevur árlig fiskikapping verið til frama fyi húsið. Í ár var hon fyri umleið fjúrtan døgum síðan, og 9 bátar luttóku. Samstundis varð skipað fyri køkutombola og lutaseðlasølu til frama fyri húsið. Tað komu einar 20.000-25.000 krónur inn í samband við tað tiltakið, sigur hann. Alternativ bygging: 1-0 til Jógvan við Keldu Tað er ikki við sørum kenslum ein skrivar enn einaferð um tørvin at fáa bygdar alternativar bústaðir til eitt nú eldri her í høvuðsstaðarumráðnum. Tá eg hoyrdi tíðindini í Útvarpinum, at nú er skøtil settur á at fara undir slíka bygging í Klaksvík, má eg siga at støðan í løtuni stendur 1 0 til Klaksvíkina og Jógvan við Keldu. Tað verða ikki smávegis lovorð, sum uppstillaðu valevnini fara at koma við, nú val er í nánd, og fari eg enn einaferð at heita á ØLL tykkum at taka henda spurningin upp í valstríðnum. Eitt er so hvat ein lovar skal gerast, men er tað sjálvandi mest umráðandi, at tað verður lagt til brots við eini miðvísari ætlan, hvussu hesin spurningurin verður loystur. Tað mugu kunna finnast skilagóðar loysnir, sum bara skulu umsetast til verkætlanir. Eg sjálvur eri ikki sørt argur um, at tað ikki var farið undir hetta í kreppuárunum, fyri at prísirnir kundu haldast niðri á einum støði, sum hevði gjørt slíka bygging kostnaðarliga á einum lægri støði, enn tað allarhelst kann gerast fyri í dag men tað nyttar sjálvandi ikki at hyggja í bakspegli. Jógvan nevndi, at byggingin var stíla til fólk frá 55 ára aldri, sum eg haldi er sera skilagott, tí her er talan um eitt umhvørvi, har tann einstaki skal trívast og kann byggja sær eitt otium upp saman við javnaldrandi. Eisini til tey ungu Fyrr havi eg nevnt, at talan ikki er bert um tørvin hjá teimum eldru, men eisini at tey ungu hava møguleika fyri at koma í eina íbúð heldur enn at tey eru noydd at fara í dýr sethús, har prísurin í flestu førum fer upp um milliónina. Tey ungu lesandi Sum vitiligt er, eru nógvir av lestrarstovnunum her í høvuðsstaðnum, men eru bústaðar-møguleikarnir hjá teimum ungu langt frá tí, sum høvuðsstaðurin kann og eigur at liva við her má gerast nakað ítøkiligt beinanvegin. Húsalánsgrunnurin Nú um dagarnar varð nevnt, at ávíst stríð hevur tikið seg upp millum peningastovnarnar og Húsalánsgrunnin viðvíkjandi rentuni, sum eg sjálvandi ikki vil leggja meg útí, men vil bert senda enn eina áheitan til tykkum í grunninum um at fara undir tær ætlanir, sum tit hava lagt fram herfyri eitt er víst, at tørvurin á alternativari bygging er og verður stórur frameftir. Gott val øll somul! Fríðálvur Jensen Ríkissjúkrahúsið, einaferð enn Havi bíðað eftir, at onkur fór at verja sjónarmiðini hjá Oddvør Johansen, ið herfyri skrivaði um, at vit í Føroyum sjálvi gjalda fyri viðgerð á Ríkssjúkrahúsinum (R.S.), men einastu viðmerkingar, ið eru at síggja í bløðunum, eru álop og ósannindi frá javnaðarmonnum. Teimum dámar nevniliga ikki, at vit føroyingar skulu gjalda nakað sjálvir, betur dámar teimum olmussuna frá dønum. Nú er tað soleiðis, at eg arbeiði sum sjúkrasystir á Landssjúkrahúsinum (L.S.) og tí síggi eg av og á brøv, ið eru skrivað av yvirlækna á L.S. til R.S., tá sjúklingar verða sendir niður á R.S. til viðgerðar. Øll brøvini byrjað við: >>Der er stillet kaution for...<< og so navnið á sjúklinginum og hví hann verður sendur niður so vissuliga gjalda vit sjálvi. At vit so fáa blokkstuðul úr Danmark er ein onnur søga. Annars havi eg hug at nevna, at vit í alt ov stóran mun bert hyggja at R.S. Tað eru sjúkrahús í øðrum londum, sum kunnu og eisini gjarna vilja geva okkum líka so góða og í summum førum betri viðgerð enn vit fáa á R.S. Eg veit um fólk, sum hava ligið á sjúkrahúsi í Íslandi og í Aberdeen í Skotlandi, sum hava verið stak væl nøgd við viðgerðina, tey hava fingið. Sjálvi hava vit frá mínari deild sent sjúkling til Aberdeen, tí tað var skjótari enn til Danmarkar bert ein tími við flogfari, og har skuldi handlast skjótt, tað eydnaðist tíbetur væl, serliga væl lótu tey avvarðandi at teirri umsorgan og hjartablídni, tey fingu har. Eisini kann nevnast, at heilsustovnurin hjá ST WHO hevur mett um heilsuverkið í heiminum, og har liggur Danmark í botninum millum lond í vesturheiminum, so vit hava onki at missa við eisini at søkja okkum heilsubót í hinum grannalondunum hjá okkum. Tað er harmiligt, at politikarar og onnur, ið skriva í bløðunum, eru so blindað av partapolitikki, at tey ikki klára at halda seg til sannleikan, og í minsta lagi royna at vera objektiv í sínari skriving. Tað er í lagi, at vit eru ósamd um samband og loysing, men, vælsignaði tit, roynið og skrivið satt. Vinarliga Katrin Egholm Isfeld Íløgurnar hjá Vinnumálastýrinum í 2001 Vinnumálastýrið kannar hvørjar rationaliseringar kunnu gerast og hvørjar uppgávur kunnu bjóðast út Eins og undanfarin ár, so eigur Vinnumálastýrið sín part av teimum íløgum, sum landsstýrið setir á løgtingsfíggjarlógaruppskotið. Sum sæst á yvirlitinum, verður m.a. mælt til, at 42,2 mio verða nýttar til nýggjar landsvegir og 10,1 mio kr til havnir. Samstundis er boðað frá, at arbeiðini sum meginregla verða boðin út. Landsverkfrøðingurin fer tí, sum tekniskur stovnur, at umsita útbodnu uppgávurnar sum byggiharri. Ætlan landsstýrisins er, at íløgumarkið verður uml. 170 mio. kr árliga (uml. 6% av løgtingsfíggjarlógini fyri 2001). Innan henda karm mugu so íløguraðfestingarnar gerast millum ymisku aðalstýrini. Hvussu býtið verður millum ymisku løgurnar, er ein politiskur spurningur. Orsakað av, at mest sum eingin nýíløga var í nítiárunum og viðlíkahaldið í vegakervið, sjúkrahúsverkið osfr. var sera avmarkað, so økist trýstið á játtandi myndugleikarnar alsamt. Tað er tí umráðandi, at løgurnar eru partar av raðfesting, sum bæði samgonga og andstøða kunnu semjast um. Hetta er neyðugt, skulu vit ikki missa tamarhaldið á almennu íløgunum. Í Vinnumálastýrinum verður arbeitt eftir málsetninginum "mest møguligt fyri minst møguligt". Tí kannar stýrið hvørjar rationaliseringar kunnu gerast í samferðslukervinum og hvørjar uppgávur kunnu bjóðast út. Fyri at sleppa undan misskiljingum um íløguuppskotið frá Vinnumálastýrinum fyri 2001, eru allar verkætlanirnar, saman við fíggjarlógina fyri 2000 og ætlanina fyri 2002, lýstar í viðlagda yvirliti. Løguætlan fyri 2001, samanborið við fíggjarl. 2000 og ætlanina fyri 2002 Nýggir landsvegir, annlegg Leiðsla og hjálparfunk. 2,5 2,5 2,5 Vág -Lopra Sumba 1,4 1,2 Øravík Hov 0,8 Tjørnuvík 0,4 Gamlarætt-Tórshavn 3,6 6,5 4,5 Gásadalstunnilin 1,0 8,0 8,0 Skálafjørður-Gøtueiði 2,1 5,0 Oyrareingir 0,4 1,5 Skálabotnur Strendur 1,0 6,0 6,0 Kalsoy 1,7 1,3 1,7 Trygging av Norðskálatunlinum 4,0 6,0 Kanning berghol Kambsdal/ml. Fjarða 0,5 Seismiskar kanningar av Leirvíksfirð 2,5 2,5 Trygdartiltøk, størri ábøtur og at taka til 0,3 3,2 3,0 Íalt 15,1 42,2 34,2 Havnir Skopunar Havn 5,2 6,5 6,5 Ferjulega Skopun, G. Rætt, Hest 6,4 Kalsoy ferjulega 0,4 3,1 12,0 Samferðsluhavn á Tvøroyri (kanning) 0,5 Íalt 12,0 10,1 18,5 Strandfaraskip Landsins Sandoyarskip 36,7 Suðuroyarskip 0,4 30,0 100,0 Rýmingarskipanir (altjóða krøv) 10,0 Ternan, nýggjar motorar 4,0 Íalt 41,1 40,0 100,0 Flogferðsla-tyrlupallar Tyrlupallur í Koltri 0,6 Tyrlupallur í Gásadali 0,1 Tyrlupallur í Hattarvík 1,0 Tyrlupallur í Dímun 1,0 0,1 Tyrlupallur á Kirkju 0,4 Íalt Annað Útvarps- og sjónvarpssendistøðir 1,0 1,0 Umbygging av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni 6,5 6,5 Íalt 0,0 7,5 7,5 Løguætlan íalt §6 68,3 101,4 161,7 Vestmannasund 20 20 20 Vinaliga Bjarni Djurholm, landsstýrismaður Klaksvíkar Sjúkrahús og fasta sambandið um Lorvíksfjørð Nú um dagarnar er fíggjarlógin fyri komandi ár løgd fram, samstundis hoyra vit, at fasta sambandið um Lorvíksfjørð er framskundað við tað, at peningur til kanningar er settur av longu komandi ár. Eg havi fleiri ferðir lýst, hvørjar avbjóðingar, ið standa fyri framman fyri Norðoyggjar, tá ið fasta sambandið kemur. Tað ið má gerast innan sambandið er veruleiki er, at kjarnufunktiónirnar, ið vit vilja varðveita, mugu styrkjast og fáa pening at arbeiða við, so tær hava karmar fyri at geva eina góða tænastu, helst enn betur enn hon er í dag. Taka vit Klaksvíkar sjúkrahús, ið allir norðoyapolitikarir siga seg hava sum hjartamál, so er støðan tann, at sjúkrahúsið hesi seinnu árini er afturútsiglt við nógvum milliónum í mun til hini sjúkhúsini. Vilja vit varðveita sjúkrahúsið, tá ið fasta sambandið kemur, má vend koma í her nú!!! Tað minsta, ið vit kunnu gera, er at geva sjúkhúsinum ein møguleika at veita eina so góða tænastu, sum gjørligt. Sum øllum kunnugt er játtan til sjúkrahúsið landsmál. Teir somu politikarnir, ið seta pening av til fast samband, eru teir, ið ráða yvir, hvørja játtan, ið Klaksvíkar Sjúkrahús fær. Eisini eru teir í ferð við at gera eina langtíðar íløguætlan. Er meiningin, at sjúkrahúsið skal mennast, vænta vit, at tað sæst aftur í fíggjarlógini fyri komandi ár og sjálvsagt eisini í íløguætlanini. Framtíðar útbyggingar eiga at setast út í kortið nú. Tá ið so fleiri av hesum politikarum ganga aftur til býráðsval, skuldi verið lagað manni. Livst so spyrst. Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur og valevni Javnaðarfloksins Varandi loysnir uppá barnaansing og eldra øki Havi fylgt eitt sindur við í tí skriving, ið hevur verið serliga um barnaansing, og er hettar nakað tað sama, ið ført var fram til seinasta kommunuval. Hvør ið ikki hevur verið sína uppgávu vaksin kann vera líka mikið, tí at vallyftini hildu í hvussu er ikki. Tann sokallað >>discount<< barnaansingin, kann sjálvandi loysa ein trupulleika her og nú fyri nøkur børn, men er ikki nøkur varandi loysn. Tað kann ongantíð verða rætt, at foreldur skulu noyðast at fara til hús at ansa sínum egnu børnum og samstundis noyðast at taka onnur børn í dagpleygu, um hettar ikki er tað tey ynskja. Ein og hvør borgari má hava eitt val, eisini barnafamiljurnar. Nakað tað sama møta vit tá tað kemur til eldra øki. Í Havn, har 1/3 av Føroya fólki býr, er t.d. bert eitt eldrasambýli. Vísast kann á, at næstan hvør lítil kommuna í landinum hevur eitt eldra sambýli. Nú kann onkur møguliga siga, at vit hava jú Lágargarð, Ellisheimið, Umlættingarheimið o.s.fr.,m en vit hava eisini sum áður nevnt, størsta innbyggjaratal í Føroyum. Tá tað kemur til tey eldru, so er tað jú tey, ið hava lagt lunnarnar undir okkara samfelag og tann vælstand vit í dag njóta gott av. Viðv. børnunum, so eru tey okkara framtíð, og eigur teirra tørvur at verða settur í hásæti, ikki bert við tómum vallyftum, men í verki. Sum valevni fyri Sjálvstýrisflokkin til býráðsvalið tann 21. november, vil eg gera mítt til, at tað kunnu finnast varandi loysnir á hesum økjum. Ása Olsen valevni Sjálvstýrisfloksins Lokalt sjálvræði! Ætlanir í føroyskum politikki tykjast at vera, at fleiri og fleiri uppgávur, ið hava verið landspolitiskar, verða lagdar út til kommunurnar at umsita, nevnast kunnu barnaansingarøkið og eldrarøktin. Orsøkin til at slíkar uppgávur verða lagdar út er tann, at landsins myndugleikar hava sæð í eyguni, at slíkar uppgávur verða best loystar lokalt. Fortreytir fyri trivnaði Fyri at fáa fólk at støðast og trívast í kommununi mugu fleiri avgerandi viðurskifti, umframt barnaansing og eldrarøkt, vera í lagi. Nevnast kunnu íbúðarviðurskifti, skúlaviðurskifti, lækna- og heilsurøktarviðurskifti, frítíðarviðurskifti sum mentan og ítróttur. Hetta eru tænastur, ið eru nær tengdar at einum sterkum vinnulívi. Blómandi vinnulív = blómandi samfelag Vinnulív og trivnaður eru ringrás, ið treyta hvørt annað. Hetta skal skiljast á tann hátt, at nevndu treytir mugu nøktast fyri at fáa støðuga arbeiðsmegi til vinnulívið. Hinvegin má eisini eitt sterkt vinnulív til fyri at uppfylla hesar treytir. Kommunan hevur ábyrgd av at skapa karmar fyri vinnulívi og trivnaði. Karmar fyri vinnulívinum eru í hesum føri at syrgja fyri, at burðardygg vinna fær ment seg: At hóskandi byggiøki eru tøk, at havnarviðurskifti eru í lagi osfr. Gull og grønar skógir Undan einum vali verða nógv gylt lyfti givin, fyri síðani at verða brotin. Hetta er ábyrgdarleyst. Kommunan er tyngd av skuld, tí má íløgupolitikkurin verða skilagóður og rætt prioriteraður. Lappaloysnir og projekt, ið liggja í hálvakortum, er ikki nóg gott. Vit mugu hava dugnaligar og ábyrgdarfullar politikarar, ið kunnu prioritera skilagott og eisini tora at siga nei tá tað krevst. Jórun Høgnesen, valevni Tjóðveldisfloksins til býráðið í Klaksvík Góði borgari í Havn, í Hoyvík, á Hvítanesi, í Kaldbak, á Argjum, í Norðradali, í Syðradali og í Kollafirði Tú skalt tann 21. november avgera, hvør skal stjórna Tórshavnar Kommunu næstu fýra árini, og eg eri ein teirra, sum bjóði meg fram sum títt umboð. Vanliga kemur landspolitiska flokksbýtið lítið til sjóndar í kommunalpolitikki, men Tóshavnar Kommuna er vorðin so stór, at serliga búskaparliga stevnuskrá politisku flokkanna ofta týðiliga kemur til sjóndar í kommunalpolitiska arbeiðinum. Eg bjóði meg fram saman við Sambandsflokkinum. Flokkurin er ein liberalur, borgarligur flokkur, sum búskaparliga byggir sína stevnuskrá á, at eitt gott úrslit hjá einstaklinginum kemur øllum samfelagnum til góða. Tann sunna ábyrgdarkenslan hjá tí einstaka er treytað av, at tann einstaki sleppur at vísa, hvat hann dugir. Í farna valskeiði hevur Sambandsflokkurin átt 2. varaformannin í býráðnum. Flokkurin mátti taka um stýrisvøl og stýra skútuni gjøgnum valskeiðið, uttan at eg skal nýta nógv orð um hetta. Vit fingu gongd á býráðsarbeiðið aftur og framt mong mál, m.a. býarplanin og fleiri mál á mentanarliga, sosiala og fíggjarliga økinum. Tí blunka vit ikki við at geva borgaranum tað lyfti, at um fýra ár verður Tórshavnar Kommuna undir okkara leiðslu eitt enn betur stað at búgva í við uppaftur betri trivnaði, bara vit fáa ta ávirkan, vit ynskja. Heðin Mortensen býráðslimur og valevni til býráðið Heimasíðan: www.hemorten.com Søgan og gamla Havnin Havnin er ein hugnalig kulla. Tað er stuttligt at ganga í havnargøtum og hugaligt at ferðast í tí gamla býarpartinum millum Eystaru vág og Vestaru vág. Tíbetur hevur tað eydnast Tórshavnar Kommunu at varðveita mong av teimum gomlu húsunum og smogurnar í Gongini, úti á Reyni, á Bakkhellu og harumvegir. Hevði kommunan ikki havt so hepna hond at bøta um, hevði hesin fyrr so lívligi og spennandi býlingur verið rotnaður og brotnaður niður. Hann hýkur væl og virðiliga uppi enn og er eitt virðismikið íkast til trivnaðin, men kanska er nakað deydligt har úti í dag. Har kundi verið meiri lív. Tað er í lagi, at fólk hava fingið nøkur av húsunum at búgva í. Tað tryggjar eitt ávíst lív og hugna, men til tess, at eitt rættiligt lív skal vera har, er neyðugt at brúka summi av húsunum til annað enn bústaðir. Tað kann hóskandi verða gjørt á tann hátt, at fólk og feløg fáa møguleika fyri at skipa fyri virksemi í húsunum, sum standa tóm. Har kann onkur café latast upp við møguleika fyri tónleiki. Har kann gerast ein matstova ella fleiri, og hví ikki loyva eini fittari ølstovu í sjálvum Ydun, har teir bryggjaðu og drukku øl í farnum tíðum? "Tað surrar ein fluga í Ydun í dag", yrkti skaldið Christian Matras á sinni um ein strævnan mánadag í Ydun. Flugurnar kundu kanska farið at surra aftur; nú saman við ófyribeindum vespum. Søvn kunnu eisini vera í gomlu Havnini. Tórshavnar Býráð hevur ikki rættiliga fingið um endan, tá tað snýr seg um at vísa fram og lýsa býarsøguna og landssøguna. Grannarnir í Íslandi eru fleiri rossalongdir frammanfyri okkum. Tú kemur ikki til tann minsta bei, sum ikki hevur eitt áhugavert savn um fólk og vinnuvegir sínar. Mangt og hvat er varðveitt í Havn, men fáur veit um tað, og so at siga ongin sær tað. Ydun kann hýsa bryggjara- og bakarasavninum, prentsmiðjusavnið kann vera í teimum gomlu húsunum hjá Bókhandlinum í Gongini, elektriska savnið í húsunum hjá Wellejus, embætismannasavnið í einum gomlum embætismannahúsum, almugusavnið í einum sethúsum ella fleiri o.s.fr. Fara vit heilt út á Tinga-nes, sum framvegis hoyrir til Havnina, skuldi onki verið til hindurs fyri, at eitt savn, sum lýsir tann Kongliga Einahandilin úti í Havn, fær innivist í onkrum av bygningunum, sum handilin var í, nú umsitingin kortini er farin út um allan býin. Tí søgan hevur stóran týdning bæði sum ræðumynd og kveikjari. Jógvan Arge valevni tjóðveldisfloksins til Tórshavnar Býráð Væl á veg at røkka málinum Tað hevur gingist munandi betri enn ætlað at skapa tilboð um barnagarðspláss í Tórshavnar Kommunu Fyri fýra árum síðani samtykti býráðið, at tað fór at taka okkum10 ár til øll børn millum 0 og 10 ár kundu fáa tilboð um barnagarðspláss. Vit ætlaðu at skapa 30 nýggj pláss um árið. Komandi ár verða heili 80 nýggj pláss klár at taka í nýtslu. Og umframt hesi plássini, verður fyrsti barnagarðurin hjá eini fyritøku í býnum eisini klárur at taka í nýtslu komandi ár. Hesin stovnur kemur at rúma umleið 30 børnum. Hesi plássini eru øll til børn undir skúlaaldur. Her sæst eitt yvirlit yvir plássini, sum vit fram til næsta ár hava megnað at skapt síðani 1. januar 1996 Útibarnagarðurin Spíran 20 børn. Barnagarðurin inni á Gøtu 42 børn. Útbygging av Býlingahúsunum 80 børn. Uppnormering á Argjum 10 børn. Uppnormering í Lítlaskóg 16 børn. Uppnormering av Dagrøktini 60 børn. Útibarnagarður í Gundadali 15 børn. `Utibarnagarður á Hvítanesi 14 børn. Barnagarðurin í Vesturbýnum 60 børn. Útibarnagarður í SSBhúsinum 20 børn. Barnagarður hjá eini fyritøku 30 børn. Tilsamans: 367 børn afturat í 5,5 ár ella 67 børn um árið + Frítíðarskúlin 250 børn 6 7 ár Vit í Javnaðarflokkinum fara framhaldandi at arbeiða fyri, at øll børn í Tórshavnar Kommunu skulu fáa ansingarpláss. Bíðilistin skal burtur. Fyri okkum er treytin fyri einum livandi býi, har fólkið og vinnulívið mennist og trívist, at rúm er fyri øllum. Vit skulu hava rúm fyri okkara smæstu borgarum, eins og øllum øðrum. Børnini skulu virðast og hava sama rætt, sum øll onnur. Fyri okkum vaksnu er tað at fáa arbeiði ein sjálvfylgja. Tað skal eisini vera ein sjálvfylgja hjá børnunum at fáa mennandi barnagarðstilboð. Fyri at nøkta tørvin krevst ein politiskur vilji. Vilji til at seta pening av og at bjóða øllum borgarum góð kor at liva og vaksa upp í. Atkvøð fyri einum livandi býi, atkvøð fyri Javnaðarflokkinum. Elin Lindenskov, býráðslimur Valevni Javnaðarfloksins www.lindenskov.com elin@lindenskov.com ODDAGREIN: Kommunuvalið eitt einfalt val Nógv eru vallyftini, nú kommunuvalið stendur fyri durum. Fleiri lyfti eru aftur-vendandi, meðan onkur nýfikkin politikari roynir seg við onkrum nýggjum, eitt nú at beina fyri vespunum í Havn, og uppaftur aðrir royna at taka sær heið-urin av onkrum góðum máli, har teir halda seg hava havt ein fingur við í spælinum. SOLEIÐIS er altíð, tá stundar til val. Men tað eru ávís mál, ið meira eru kommunal mál, enn onnur mál. Eftirhondini hava kommunarnar ikki so nógv at siga til eitt nú skattaprosentið. Ein orsøk er, at landsmyndugleikin hevur læst fast eitt skattaprosent á einum ávísum stigi. Annað er, at kommunurnar sjálvar hava læst seg fastar so tætt við ovara markið, at har er ikki so nógv at gera, og fáur kommunupolitikari dittar sær tí at lova lægri skatt. MEN ansingartørvurin hevur ein alt størri leiklut í kommunupolitikkinum. Ikki bara barnaansingartrvurin, men eisini tørvurin á plássum til eldru medborgarar okkara. TÓRSHAVNAR býráð samtykti í 1996, at barnaansingartørvurin skuldi verða loystur innan 10 ár. Út frá hesum stevnumiði hevur kommunan virkað, og var ætlanin, at fáast skuldi til vega 30 pláss um árið. Hóast hetta talið hevur hildið, so hevur barnatalið vaksið nógv meira, enn mett varð um, og er tørvurin tí framvegis sera stórur. Á býráðsfundi í Havn hóskvøldið var til viðgerðar endamálsorðing frá sosialu nevnd um at loysa allan barnaansingartørvin fyri 2003. Men henda endamálsorðing varð ikki samtykt og málið beint aftur í nevndina. TAð er sjálvandi stórt mál at seta sær hjá kommununi at binda seg til at loysa allan tørvin 100%. Men hvat kunnu borgararnir annað krevja? Hoyrir tað nakrastaðni heima, at kommunan bert vil tryggja tørvin eitt nú 75%? SPURNINGURIN er púra greiður, tí valið stendur ímillum, um vit vilja velja politikarar at stýra kommunum okkara, sum vilja varðveita og stimbra vælferðarsamfelagið, ella um vit velja politikarar, ið ikki halda, at øll neyðvendigvís skulu hava somu kor, tí at pengarnir skulu brúkast til okkurt annað. EITT kommunuval er ikki at val millum fullveldispolitikarar ella sambandspolitikar. Valið er einfalt, og kravið er einfalt. Vit skulu velja fólk at stýra okkara kommunum, sum taka sosialu viðurskiftini inn at hjarta. Fólk, sum veruliga vilja loysa barnaansingartørvin, fólk, sum veruliga vilja loysa tørvin á røktar- og ellisheimsplássum og fólk, sum veruliga vilja gera nakað fyri sosialu neyðina, sum týðiligast er komin til sjóndar í høvuðsstaðnum. Føroyingar skulu til Jugoslavia í august Seinnapartin fríggjadagin eydnaðist tað Fótbóltssambandinum at fáa FIFA at taka støðu til, at útsetti dysturin ímóti Jugoslavia ikki skal spælast í vetur men heldur komandi summar Nú er tað greitt, at føroyska fótbóltslandsliðið fer í vetrarfrí, tá dysturin í Sveis er liðugur seinnapartin leygardagin. Í vikuni hevur tann møguleikin verið nevndur, at landsliðið skuldi spæla í Jugoslavia mikudagin 15. november. Hetta er nakað, sum bæði FSF leiðslan og spælararnir hava sæð ógvuliga svart uppá. Kappingarárið er liðugt, spælararnir eru troyttir, og tað hevði ikki borið til at funnið sinniliga yvirskotið, sum skuldi til, um venjingarstøðan skuldi verið hildin støðug í ein mánað afturat. Seinnapartin fríggjadagin fekk Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, boð frá FIFA um, at dysturin verður spældur 15. august komandi ár: Vit vildu sera fegnir hava avgerðina, áðrenn spælararnir fara á vøllin í Zürich seinnapartin leygardagin. Vit hava sagt FIFA, at tað fer at bera sera illa til hjá okkum at spæla 15. november. Tað tók sína tíð at fáa teir at koma við einari avgerð, men nú hava vit fingið skriv frá teimum um, at dysturin verður 15. august. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at hetta líkar okkum sera væl, segði Ísak Mikladal við Ítróttarsosialin klokkan 16.30 fríggjadagin. Tá hevði hann akkurát fingið boðini frá FIFA. Eftir at vit høvdu verið í sambandi við aðalskrivaran í FSF, skuldi hann seta seg í samband við føroyska landsliðshópin í Zürich. Eingin ivi er um, at boðini um nýggja spælidagin fríggjakvøldið gliðu væl niður í føroysku leguni í Zürich. Dagsins rættur: Sveisaraostur við holum av brotsspørkum Talan gjørdist at enda um eitt satt antiklimaks hjá føroyingum í Zürich leygardagin. Eftir eina ynskibyrjan og eitt máls leiðslu, endaði dysturin við sveisiskum stórsigri av dystinum móti Sveis man vera ein hin besta í søguni hjá føroyska landsliðnum. Eftir gott og væl tríggjar minuttir eydnaðist Una Arge at fáa fatur á eini sløsutari afturlegging úr sveisku verjuni. Eftir at fyrst Uni sjálvur, og síðani John Petersen høvdu roynt seg við skotum, eydnaðist Una at spæla bóltin flatt inn undir málið, har John hevði lætt spæl við at skumpa bóltin seinasta pettið í málið. Sveisisku leikararnir og áskoðararnir við stóðu sum negldir, og einasta ljóð, sum hoyrdist á vøllinum, mundi vera gleðisrópini frá teimum úti við 100 áskoðarunum, sum vóru komin til Zürich at heppa á okkara menn. Hvøkkurin fekk tó teir á heimaliðnum at rakna rættiliga við, og tað var skjótt, at teir fingu lagt eitt stórt trýst oman móti málinum hjá Jákupi Mikkelsen. Í útgangsstøði hevði Allan Simonsen valt at spæla við einum áleypara, grundað á, at mótstøðuliðið hevði tríggjar, og at tað tí var neyðugt við einum verjuleikara eyka. Hetta hevði tó við sær, at tað so at siga var ógjørligt hjá føroyska liðnum at spæla seg úr trýstinum. Einsamallur á toppinum royndi Uni at stríðast og renna eftir teimum bóltum, sum vórðu sparkaðir frameftir, men so at siga hvørja ferð kom bólturin til ein av verjuleikarunum, og so kundi nýtt álop byrja. Serliga var tað í síðunum, at sveisar royndu at spæla seg ígjøgnum, her hendi tað ferð eftir ferð, at Allan Mørkøre varð yvirspældur, tá mótstøðan var í yvirtali. Tað var eisini merkisvert, hvussu einsamallur Allan tóktist vera í síðuni, og at einki varð gjørt til tess at tetta um í verjuborði hansara. Vinstru megin røkti Øssur vongverjasessin, men har var eisini Johan Byrial Hansen aftanfyri, og tí hevði Øssur als ikki somu trupulleikar sum Allan at dragast við. Eisini viðførdi hetta, at Allan so at siga ongan møguleika hevði at koma fram við í álopspartinum, sum jú er sterkasta síða hansara. Flutti hann seg fram um miðvøllin, var víðopið aftan fyri hann. Sum nevnt omanfyri, so megnaði føroyska liðið ongantíð at spæla seg úr trupulleikunum í verjupartinum. Ferð eftir ferð varð bólturin mistur á veg niðan í álop, og meira enn tí einu ferðina brendi heilt nógv á framman fyri málinum. Eina hendinga ferð um miðjan hálvleikin, var um reppið, at Uni slapp leysur, eftir at hann og Sámal høvdu spælt seg ígjøgnum, men í evstu løtu eydnaðist tað einum verjuleikara at koma fyri. Hevði talan verið um mál ta ferðina, stóð 0-2 á stigatalvuni, men soleiðis skuldi ikki verða. Í næsta álopi sínum fekk Sveis hornaspark, og tá hetta varð skotið inn við nærmastu stong, kom stóri verjuleikarin, Marco Zwyssig við fullari ferð, og stútaði bóltin í føroysku meskarnar. Sveisiska leiðslumálið kom nakað seinni, og hetta kom sum eitt úrslit av tveimum føroyskum veikleikum, sum longu høvdu verið sjónligir eina løtu. Undirmannaða høgra síðan viðførdi sjálvsagt, at innleggini vóru nógv í talið, og fleiri ferðir mundu føroyska áskoðararnir ikki vera heilt tryggir um støðuna, tá Jákup Mikkelsen ikki sá út til at hava rættiligt tamarhald á hesum. Heilt galið gjørdist tað, tá Sebastian Fournier í 35. minuttinum enn einaferð slapp avstað í høgru. Við vinstra beininum sendi hann eitt skrúvandi innlegg móti málinum. Jákup Mikkelsen fór skeivur av bóltinum, og hóast hann royndi at fáa sligið bóltin út um, endaði alt við, at bólturin fór siglandi móti handara stólpa, haðani hann støkk inn í málið. Sveisaraostur Leiðslumálið viðførdi ikki á nakran hátt, at sveisararnir settu ferðina á spælinum niður. Sjálvsálitið varð heldur nýtt til at søkja enn meira á føroyska málið, og ikki kann sigast annað enn, at umstøðurnar til hetta vóru góðar. Sjálvsálitið var at kalla sogið úr okkara monnum, og seinasta korterið kom tað neyvan fyri, at talan var um fleiri enn tvær samanhangandi sendingar millum leikararnar. Eftiransingarnar á miðvøllinum vóru nærum ikki til staðar, og hetta viðførdi eisini, at verjan í fleiri førum varð undirmannað. Frammanundan høvdu teir har afturi annars nóg stórar trupulleikar av framherjunum báðum, Chapuisat og Türkyilmaz. Mest av øllum var verjan hesa løtuna álík einum væl gataðum sveisaraosti, og í einum tveimum førum varð Jákup Mikkelsen noyddur at koma út, tá bólturin varð stungin inn um verjuna, so menn sluppu leysir móti málinum. Tað var eisini eftir ein av hesum stikbóltunum, at Sveis skoraði triðja málið. Av brotsteigarmarkinum varð bólturin sleptur inn um til Alexander Comisetti, og í royndunum at renna hendan upp aftur, skumpaði John Petersen miðvallaran í ryggin, og so var eingin bøn. Føroyingar vildu annars vera við, at Comisetti var rangstaddur, tá bólturin varð sleptur innum, men hetta vikaði so ikki við støðuna hjá dómaranum. Türkilmaz tók sær av uppgávuni frá 11-metra blettinum, og hóast Jákup fór rætta vegin hevði hann ongan møguleika at verja fyri skotinum, sum sat dygst úti við stongina. Beint fyri hálvleik hendi so stóra katastrofan, sum eisini hevði við sær, at óttin fyri einum rættiligum sorli fór at veksa. Julian var heldur sløsutur, tá hann í verjustøðu misti bóltin til David Sesa. Púra leysur sendi hann úr 16 metrum eitt skot móti málinum, og føroyski liðskiparin, Jens Kristian, sá sær ikki onnur ráð enn at nýta hondina at verja fyri, og so vóru boðini greið. Reytt kort til Jens Kristian og brotsspark til Sveis. Türkyilmaz var aftur settur at skjóta, og skotið varð sent á júst sama stað sum tað fyrra. Flatt inni við høgra stólpa. Hetta var ikki hissini hvøkkur hjá føroyingunum at fáa beint fyri hálvleikssteðgin. Við ellivu monnum hevði spælið riggað sera illa í fyrra hálvleiki, og tá farið varð inn til skiftirúmini, sat man við kensluni av, at talan kundi gerast um ein sera óhugnaligan seinna hálvleik fyri okkara viðkomandi. At tað kortini ikki gjørdist talan um rættiligt sorl, kom í høvuðsheitum av tveimum lutum. Annar var, at sveisarar settu ferðina á spælinum nógv niður, og talan tí ikki gjørdist um sama trýst móti føroyska málinum, sum talan hevði verið um í fyrra hálvleiki. Serliga lætti hetta um hjá Allani Mørkøre, tí umframt at vera einsamallur í høgra borði, var hann partvíst eisini í miðverjuni, og tí gjørdist síða hansara enn tunnari enn í fyrra hálvleiki. Hin orsøkin var, at Jákup Mikkelsen hevði ein seinna hálvleik, sum var nógv betri enn tann fyrri. Einar tríggjar ferðir var talan um rættiliga fantombjargingar, tá øll onnur mundu síggja bóltin hava kós móti meskunum. Bert ta einu ferðina mátti hann taka bóltin úr meskunum hesi trý korterini, og fyri triðju ferð hendan leygardagin var talan um brotssparksmál. Alexander Comisetti var á veg fram við Allan, sum tó við eini reinari kropstakling fekk flutt mannin burtur, so bólturin kundi fáast av vandaleið. Onkursvegna helt cypriotiski dómarin tó, at Allan hevði forbrotið seg, og hóast mótmælini frá føroysku leikarunum so varð aftur dømt brotsspark. Aftur varð Türkyilmaz settur at skjóta, og hesu ferð slapp hann rættiliga at vísa seg, tá hann sendi Jákup niður móti høgra horni, meðan bólturin varð lobbaður mitt í málið. Meira enn hetta eina málið varð talan ikki um í seinna hálvleiki, og meðan sveisararnir kundu fagna sínum leikarum fyri sannførandi sigurin, fekk føroyski 12. maðurin eitt klapp frá leikarunum, sum takkaðu fyri stuðulin, teir hóast alt høvdu fingið allan dystin. Øssur var framúr Samanumtikið má sigast, at fyri føroyska landsliðið var talan um ein keðiligan enda á kappingarárinum. Spælið hekk nógv verri saman, enn tað hevur gjørt í fleiri ár, og ikki síðani stórtapið fyri Estlandi, hevur liðið havt ein slíkan kollektivan niðurtúr. Kollektivan er kanska í so nógv at siga, tí onkrir einstakir glottar vóru kortini at hóma. Umframt Jákup Mikkelsen, sum stóð seg sera væl í seinna hálvleiki, tóktist Óli Johannesen vera væl fyri í verjupartinum, og so var tað eisini Øssur Hansen. At Johan Byrial Hansen var nýttur sum gardering aftan fyri, tóktist at hóva toftamanninum sera væl, og so at siga hvørja ferð, at nakað av álopsspælið var frá føroyskari síðu, var Øssur partur av hesum. Eisini megnaði hann sera væl at halda bóltinum, umframt at hann eisini spældi hann frá sær við umhugsni. Móti endanum av dystinum fekk hann eisini eitt stórt klapp frá áskoðarafjøldini, tá hann sera hegnisliga lyfti bóltin upp um mótstøðumann sín, áðrenn hann úr góðum 20 metrum royndi seg við einum hálvfluktara. Einki er at ivast í, at hann fram um nakran annan var dagsins maður hjá okkara, men hinvegin má tað sigast at vera spell hjá Øssi, at liðfelagarnir ikki tóktust at hava sama hegni hendan leygardagin í Zürich. Sveis-Føroyar 5-1 (4-1) 0-1: John Petersen 4. Sveis: Føroyar: Jákup Mikkelsen Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Johan Byrial Hansen Allan Mørkøre, Sámal Joensen, Julian Johnsson, John Petersen, Øssur Hansen Uni Arge Óeydnisnavnið Vaktar- & Bjargingartænastan tordi ikki at geva nýggja verjuskipinum navnið Nólsoyar Páll Íslendingar veitt mest í september Íslendingar eiga nógv tann størsta partin av útlendsku veiðuni í føroyskum sjógvi í september. 29.100 tons av føroyskum fiski eru farin um lúnningina á íslendskum skipum í farna mánaða Íslendsk skip hava bara fiskað svartkjaft í ár, og næstan helmingurin av samlaðu veiðuni hjá íslendingum í ár er fingin til høldar í september. Íslendsk skip hava fingið 69.300 tons í ár, harav 29.100 tons í farna mánaða. Samlaða veiðan hjá útlenskum fiskiførum í september er 33.487,7 tons. Íslendingar eiga nógv tann størsta partin, meðan russar hava fiskað næstmest. Russar hava veitt 2393,7 tons av svartkjafti, og hetta er eisini samlaða veiðan hjá russiskum skipum í september umframt fimm tons av kongafiski. Skip úr ES-londum hava veitt 1989 tons í føroyskum sjógvi, meðan onnur skip hava fingið 31498,7 tons í september. Av skipunum úr ES-londum hava donsk fiskifør fiskað mest. Teirra veiða er 1545 tons, og tað er alt svartkjaftur. Restina eiga Bretland og Frankaríki, sum hava fingið ávikavist 194 og 250 tons. Størsti parturin av fronsku veiðuni er langasporl, sum teir hava fingið 148,8 tons av. Størsti parturin av veiðuni hjá bretskum skipum er 61,8 tons av kongafiski. Restin er fyri tað mesta upsi, svartkalvi, flat fiskur og langasporl. Íslendingar hava havt flestar fiskidagar í september. Í 206 dagar hava teir veitt 29.100 tons. Russar hava havt 55 fiskidagar. ES-londini hava havt 162 fiskidagar tilsamans. Bretland eigur teir 78, meðan Frakland hevði 64 og Danmark 20. Veiðan hjá útlendskum fiskiførum er nú komin uppá 225.373,6 tons í ár, og nýttir eru tilsamans 5215 fiskidagar. Av samlaðu veiðuni eru 200.636,7 tons svartkjaftur. ES-londini eiga 19.724,1 tons, meðan onnur lond eiga 205.649,5 tons. Russar hava fiskað mest í føroyskum sjógvi, og teirra skip hava fingið 89.307,3 tons. Næstir teimum eru íslendingar við 69.300 tonsum, og norðmenn hava fingið 46965,9 tons í føroyskum sjógvi í ár. Ferðslutrygd fær blákrossviðurkenningina Landsnevndin hjá Bláa Krossi Føroya hevur á fundi gjørt av, at Ráðið Fyri Ferðslutrygd skal hava blákrossviðurkenningina fyri ár 2000. Landsnevndin hjá Bláa Krossi Føroya hevur á fundi gjørt av, at Ráðið Fyri Ferðslutrygd skal hava blákrossviðurkenningina fyri ár 2000. Ráðið Fyri Ferðslutrygd fær hesa viðurkenning fyri sítt upplýsandi og ráðgevandi arbeiði um rúsdrekka og ferðslu millum ung, sigur landsnevndin hjá Bláa Krossi í grundgevingini fyri viðurkenningina. Í hesum sambandi bjóðar Blái Krossur til eina lítla samkomu í dagtilhaldinum "Kafé Blákrosstovan" í Kongagøtu 8 týsdagin 10. oktober kl. 15.00. Aðalskrivarin hjá Bláa Krossi Føroya fer at handa einum umboði frá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd heiðursbræv á samkomuni. Frálíkt undirhald við Kulum Rótum Stóra konsertin við Kulum Rótum, Trølla-Pætur og Kára Cool í Havn leygardagin eydnaðist sera væl. Talan var um gott og fjølbroytt undirhald til børnini Eini 1200 fólk vóru leygardagin til stóra barnatiltakið í ítróttarhøllini á Hálsi, har Kular Røtur, Trølla-Pætur og Kári Cool høvdu stórfingna konsert. Og talan var eisini um frálíkt undirhald, har tann óskikkiligi Kári Cool var framúr sum frásøgumaður, og har Trølla-omman umsíður gjørdi sína entré. Trølla-Pætur var eisini á pallinum, filmur varð vístur á stórskíggja og allir hinir sangararnir í Kulum Rótum vóru eisini við. Konsertin byrjaði eitt sindur óvanliga, tí eitt korter áðrenn, hon varð sett at byrja, kom tann kuli Kári Cool á pallin. Fólk fóru stórleypandi inn í høllina, tí tey hildu at konsertin var byrja, men tá var Kári Cool komin á pallin at siga fólki frá, at John Petersen hevði lagt Føroyar fram um niðri í Sveis. Á motorsúkklu Tað var ikki smávegis gjørt burtur úr, tá Trølla-omman umsíðir traðkaði fram. Fyrst var ein filmur vístur á stórskíggja, har Trølla-omman koyrdi undan løgregluni. Kári Cool fekk tá børnini at happa politiið við at rópa politiið-skiið... Og knappligar hoyrdist buldur frá eini motorsúkklu í høllini. Summi fólk hildu, at tað var Sofus sum var frá sær sjálvum og var farin á konsert við eini Harley Davidson, men so var ikki. Tað var Trølla-omman, sum drønaði allan vegin upp á pallin á eini motorsúkklu. Umframt undirhaldið við Trølla-Pætur, ommuni og Kára Cool, var eisini nógvur tónleikur. Kular Røtur hava givið tvær fløgur út, og teir sera væl umtóktu sangirnar, vóru allir spældir. Sangararnir sungu sera væl, men kanska kundu onkrar teirra roynt at fingið betri samband við áhoyrarnar. Serstakt Kular Røtur eru vorðnar eitt hugtak í Føroyum, og tað er ikki so løgið. Tað verður gjørt nógv burtur úr fyri at undirhalda børnini, og bæði tá talan er um tónleik, filmir, pallshow og annað er undirhaldið serstakt. Tónleikurin er frálíkur, børnini kenna sangirnar, og tá stórt myndashow, motorsúkklur, dansarar og sangarar eru afturat kann tað valla ganga galið. Konsertin leygardagin í Havn var frálík, og tað er neyvan ov nógv at ynskja sær, at Kular Røtur eisini í framtíðni fara at hava líknandi tiltak onkrastaðni í Føroyum. Norrøna fingið útbygning Tá havnarfólk skoðaðu Norrønu í morgun, vóru nøkur heldur skakk, tí skipið var heldur margháttligt á at líta við stórum útbygningi aftast á skipinum Sagt verður av Smyril Line, at bygt er uppí fyri at skipið skal vera støðugari undir sigling. Hetta munnu nøkur okkara, sum eru ring í sjóverki, gleða okkum um. Skipið hevur fingið ein útbygning aftast, og hann er festur frameftir síðunum. Orsøkin til útbygningin er altjóða krøv, sum verða sett øllum ferðamannaskipum. Hetta er tó ikki einasta broytingin við skipinum, tí onnur krøv altjóða vórðu eisini sett. Gjørd eru tvey vatntøtt skott á bildekkinum, so at bildekkið nú er í trimum deildum. Um vatn kemur í eina av deildunum ber til at forða fyri, at tað eisini kemur í hinar báðar, tí skottini eru vatntøtt. Arbeiðið er gjørt í Danmark á skipasmiðjuni í Fredricia. Gjalda ov nógv fyri fjarhitan Fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum í Hoyvík hevur roknað seg fram til, at fólk gjalda ein fjórðing ov nógv fyri fjarhitan. Harafturat heldur nevndin, at bæði íbindingargjaldið og fasta gjaldið eru órímulig Fjarhitafelagið tekur ov nógvar pengar teimum sum brúka fjarhita, og grundgevingarnar fyri teimum ymsu gjøldunum eru bæði óhaldbarar og skiftandi. Hetta førir fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum í Hoyvík fram í fýra notatum, sum Sosialurin hevur fingið hendur á. Notatini eru skrivað til fundin, sum skal vera millum fjarhitanevndina og borgarstjóran í Havn seinnapartin í dag. Vit finna okkum ikki í, at fjarhitaveitarin, sum hevur fingið monopolstøðu upp í hendurnar frá býráðnum, brúkar skiftandi óhaldbarar grundgevingar og leysar pástandir fyri sínum kappingarføri, sigur fjarhitanevndin í skrivi til borgarstjóran í Havn. Eftir okkara tykki er tað Tórshavnar býráð, sum hevur skyldu at tryggja áhugamálini hjá brúkarunum í fjarhitaspurninginum. Vit venda okkum tí við hesum til Tórshavnar býráð við kravi um at fáa prísviðurskiftini í rættlag, sigur fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum Millum Gilja, Eystan Gil, Lítla Gil og Inni á Gøtu, har fjarhitin verður brúktur. Tað eru Tórshavnar býráð og SEV, sum eiga hvør sína helvt í Fjarhitafelagnum. Krevja eina loysn Fyri umleið tveimum vikum síðani fingu tey, sum brúka fjarhita frá Fjarhitafelagnum, stóra eykarokning fyri nýtsluna í ár. Orsøkin er, at hóast fjarhitin als ikki er tengdur at oljuprísinum, leggur Fjarhitafelagið sín prís eftir oljuprísinum. Men sambært fjarhitanevndini hjá eigarafeløgunum er prísurin á fjarhita settur ov høgt sammett við oljuprísin, og fjarhitanevndin hevur farnu trý árini arbeitt við at fáa síni sjónarmið ígjøgnum tó uttan úrslit. Nú krevur fjarhitanevndin, at Tórshavnar býráð kemur upp í málið fyri at tryggja áhugamálini hjá teimum sum brúka fjarhita. Vit krevja, at ítøkilig stig verða tikin beinanvegin, so at ein loysn kann verða funnin á ósemjuni millum Fjarhitafelagið og brúkararnar. Antin verða prísirnir rættaðir ella fáa brúkararnir fullgóðar grundgevingar fyri, at prísurin livir upp til lyftið um, at tey, sum brúka fjarhita, ikki skulu gjalda meira hitan, enn tey sum brúka olju, sigur fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum í skrivinum til borgastjóran í Havn. Gjalda ein fjórðing ov nógv Í teimum fýra notatunum, sum fylgja við skrivinum til borgarstjóran í Havn, ger fjarhitanevndin greitt, hví hon heldur, at prísurin fyri fjarhitan, íbindingargjaldið og fasta gjaldið eru sett ov høgt. Fjarhitanevndin sigur seg góðtaka, at fjarhitaprísurin verður lagdur eftir oljuprísinum, men nevndin vísir á, at Fjarhitafelagið tekur ov nógvar pengar fyri fjarhitan sammett við oljuna. Fjarhitafelagið hevur roknað seg fram til, at orkutapið í oljufýrdum anleggum er nógv størri enn í fjarhitaanleggum, og tí skulu fjarhitabrúkarar gjalda 43% meira fyri fjarhitan, enn fólk gjalda fyri olju. Fjarhitanevndin hevur gjørt sínar egnu útrokningar sum vísa, at orkutapið á oljufýringum er bara 14% meira, enn tá talan er um fjarhita. Tí heldur fjarhitanevndin, at brúkararnir gjalda ein fjórðing ov nógv í nýtslugjaldi fyri fjarhita. Fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum hevur skotið upp, at ein óhfet kanning verður gjørd at nýtslugjaldinum, men hetta vildi Fjarhitafelagið ikki hoyra talan um. Ov høgt íbindingargjald Eisini tá talan er um íbindingargjaldið eru Fjarhitafelagið og brúkararnir ósamdir um um prísin. Fjarhitafelagið tekur eitt íbindingargjald, sum skal svara til tað sparingina, sum tað er av at seta ein hitavekslara upp og ikki eina oljufýring, ketil, tanga og skorstein. Hesa sparing metir Fjarhitafelagið er 25.500 krónur, men fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum hevur kannað prísir og er komin fram til, at munurin er bara umleið 12.000 krónur. Tí heldur nevndin, at Fjarhitafelagið tekur góðar 13.000 krónur ov nógv í íbindingargjaldi. Og sum tað seinasta vísir fjarhitanevndin á, at fasta gjaldið verður ásett uttan at nøkur tænasta verður latin afturfyri. Sambært Fjarhitafelagnum skuldi fasta gjaldið svara til tað, sum fólk gjalda fyri oljufýrtænastu, men hóast brúkarar av fjarhita gjalda eitt árligt gjald til Fjarhitafelagið fylgir eingin tænasta við. Fjarhitafelagið hevur seinni víst á, at hetta gjaldið skal viga upp fyri, at fólk brúka meira pláss til oljufýring enn til hitavekslara, og tí skulu fjarhitabrúkarar gjalda fyri hesa sparing. Men hesa grundgeving við fjarhitanevndin als ikki góðtaka. Álvarslig støða Fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum er sera misnøgt við viðferðina, sum brúkarar hava fingið frá Fjarhitafelagnum, og nú roynir fjarhitanevndin at fáa borgarstjóran at leggja uppí. Fjarhitanevndin saknar haldgóðar grundgevingar fyri príspolitikkin hjá Fjarhitafelagnum, og nevndin krevur at fáa hesar grundgevingar ella at fjarhitaprísurin verður settur niður. Fyri brúkararnar er tað ein álvarslig støða, at vit ikki kunn treingja ígjøgnum við okkara sjónarmiðum, men vit kenna, at vit hava eina góða sak at stríðast fyri, og tí eru vit á onga hátt sinnað at sleppa málinum, sigur fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum í skrivinum til Leiv Hansen, borgarstjóra í Havn. Seinnapartin í dag verður fundur millum borgarstjóran og fjarhitanevndina hjá eigarafeløgunum um málið. Lagnan hjá Tórbjørn avgjørd í vikuni Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, skal í hesi vikuni á fund við sýslumannin í Eysturoynni um ákæruna móti honum. Eftir hendan fundin fer Tjóðveldisflokkurin at viðgera støðuna hjá landsstýrismanninum Einaferð í hesi vikuni fær Tórbjørn Jacobsen at vita frá sýslumanninum í Eysturoynni, hvør avleiðingin verður av, at hann sigldi á land við skipi sínum, Halgafelli, í Noreg 11. januar í ár. Sýslumaðurin og landsstýrismaðurin hava avtalað at hittast einaferð í vikuni, tá tað liggur fyri. Hvat úrslitið av hesum fundinum verður, er ikki greitt enn, men Sosialurin veit um líkandi ákærur, ið hava ført til bót á 5.000 krónur. Tórbjørn Jacobsen er ákærdur fyri, at hann ikki hevð útsýnismann á brúnni hesa náttina, óhappi hendi. Tjóðveldisflokkurin hevur fund um støðuna hjá Tórbjørn Jacobsen so skjótt, Tórbjørn Jacobsen hevur tosað við sýslumannin. Tó er ikki hugsandi, at málið fer at fáa politiskar avleiðingar fyri landsstýrismannin. Kommunuvalið lýst Løgmaður lýsti í gjár formliga, at kommunuvalið í ár verður týsdagin 21. November Tað er nú endaliga greitt, at kommunuvalið verður týsdagin 21. november. Løgtingið samtykti endaliga fríggjadagin uppskotið broyting í lógini um kommunuval og í gjár lýsti løgmaður formliga, at kommunuvalið verður 21. november. Løgmaður ger eisini vart við, at valevnislistarnir skulu latast valnevndarformanninum í avvarandi kommunu ella kommununi, og skal hetta í seinsta lagi verða gjørt týsdagin 31. oktober klokkan 18. Ógreitt við ráðharrasamráðingunum Ætlanin var, at danskir ráðharrar og føroyskir landsstýrismenn skuldu hittast til samráðingar um fullveldismálið undan formellu samráðingunum 26. okotber, men enn eingin fundur avtalaður Enn er eingin dagur settur av til ávegis nakran ávegis samráðingarfund millum danskar ráðharrar og føroyskar landsstýrismenn undan fullveldissamráðingunum 26. november. Løgmaður og danski forsætisráðharrin hava avtalað, at danski búskaparmálaráðharrin, Marianne Jelved, og føroyski landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, skulu hittast at samráðast um gjadoyrasamstarv, somuleiðis sum danski løgmálaráðharrin, Frank Jensen, og føroyski landsstýrismaðurin í lógarmálum, Høgni Hoydal, skulu hittast at samráðast um umsitingarligt samstarv og borgararættindi. Men hóast tað nú bert eru góðar tvær vikur eftir til fjóðra umfar í fullveldissamráðingunum, er eingin fundur avtalaður. Harafturat skilt á løgmanni, at roknast kann við, at fundurin millum Marianne Jelved og Karsten Hansen um gjaldoyrasamstarv verður av ongum. Fólkatkvøðan kom í vegin Danska fólkaatkvøðan um evruna hevur seinastu mánaðirnar tikið nógva tíð og orku frá donskum politikarum. Av somu orsøk hevur danska stjórnin ikki havt stundir at hugsa um ríkisrættarligu samráðingarnar við føroyingar. Tí var ynskið frá donsku stjórnini, at fjóðra umfar av samráðingunum ikki skuldi haldast fyrr enn aftan á donsku fólkaatkvøðuna. Og fyri at gera sjálvan samráðingarfundin lættari, skjeyt danski forsætisráðharrin upp, at ávegis samráðingar skuldu haldast millum danskar ráðharrar og føroyskar landsstýrismenn. Hesar samráðingar helt danski forsætisráðharrin vera umráðandi at hava sum skjótast eftir donsku fólkaatkvøðuna, men hóast tað hósdagin eru tvær vikur síðani evruvalið, eru eingin er eingin fundur avtalaður. Tað einasta, sum er komið fram, er, at tað er óvist, um nakar fundur verður millum Marianne Jelved og Karsten Hansen. Orsøkina til hetta heldur Anfinn Kallsberg, løgmaður, vera, at úrslitið av donsku fólkaatkvøðuni gjørdist eitt nei til evruna. Tá danir varðveita krónuna sum danskt gjaldoyra, og vit framvegin ynskja at vera í gjaldoyrasamstarvi við Danmark, er ikki so nógv, sum skal avgreiðast millum partarnar innan gjaldoyrasamstarvið, sigur Anfinn Kallsberg. Fundurin ikki útsettur Hóast tað nú er farið at tátta í við tíð til fjóðra umfar í fullveldissamráðingunum og ongar ávegis samráðingar enn eru settar á dagsskránna, roknar løgmaður ikki við, at samráðingarfundurin 26. november verður útsettur. Landsstýrið arbeiðir áhaldandi við fyrireikingunum til fundin, sum skal hann vera til ásetta tíð, og landsstýrið er komið so mikið áleiðis, at ein skabelón til eitt samráðingarupplegg er liðug. Løgnaður ásannar, at alt er ógvuliga óvist við ætlaðu ávegis samráðingunum, men tað skilst á honum, at hann hevur tosað við danska forsætisráðharran um hetta, og at ein loysn er á veg.. Seta hol á fíggjarlógina Løgtingið fer í dag undir fyrstu viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001. Tað eru nú 11 dagar síðani landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði fíggjarlógaruppskotið fyri 2001 fyri tingið, og tigformaðurin metir, at tingfólk hava fingið nóg mikið av tíð til at seta seg inn í uppskotið. Tí hevur tingformaðurin sett fyrstu viðger av fíggjarlógaruppskotinum sum einasta mál á dagsskránna fyri tingfundin, sum verður settur klokkan 10 í dag. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2001 líkist í høvuðsheitum ógvuliga nógv fíggjarlógini fyri ár 2000, og leggur tað upp til eitt yvirskot á hálva milliard. Veðrið Lágtrýstið við Ísland grynnist, men lágtrýstið í útsynning úr Írlandi fer móti Skotlandi og dýpist. Djúpa lágtrýstið við Skotland fer vestureftir og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum mikunáttina. Veðrið í dag: Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og eystri og yvirhøvur turt og sólglottar, men seint um kvøldið kanska regn. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið mikudagin: Upp í hvassan vind av landnyrðingi og regn. Seinnapartin lækkar hann niður í landsynning og yvirhøvur turt. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið hósdagin: Strúkur í vindi upp í hvassan vind av landnyrðingi og sólglottar, men kanska okkurt ælið norðanfyri. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Lot til andøvsgul av landnyrðingi ella av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar, men leygardagin upp í ein strúk av landsynningi og sum frálíður regn. Hitin millum 8 og 12 stig, men leygarnáttina niður í 5 stig. Í gjár: Lágtrýstið við Ísland grynnist, men lágtrýstið í útsynning úr Írlandi fer móti Skotlandi og dýpist. Í dag: Djúpa lágtrýstið við Skotland fer vestureftir og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum mikunáttina. Jan Müller jan@sosialurin.fo Arbeiðisbólkur skal mála oljutemperaturin Føroyingar síggja fram til eina gevandi oljuvinnu, ið eyðvitað kemur at ávirka onnur virði í samfelagnum, sum vit eisini ynskja at varðveita. Tí ræður um at vera á støðugum varðhaldi og at dubba seg leypandi, fyri ikki at verða yvirrendur av fremmandum skaðalárinum, ið kunnu hótta tilveruna hjá teimum, sum altíð hava búð og fara at búgva her segði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í menta- og undirvísingarmálum á fundi í Oljutinginum í farnu viku. Hann boðaði í hesum viðfangi frá, at hann umhugsar at seta niður ein fylgjubólk av samfelagsfrøðingum og mentafólki, ið leypandi skal máta temperaturin og geva politiska valdinum góð ráð um, hvussu farast skal fram og hvussu skal stýrast ímillum boðar og sker, tá ið henda enn ókenda vinna tekur seg upp her á landi. Tað altavgerandi í øllum kolvetnismeldrinum er, at vit koma turrskøddir út úr honum aftur, soleiðis at vit eftir eitt møguligt oljuævintýr er liðugt, framvegis hava eitt siviliserað vælferðarsamfelag, sum tað er hugaligt og vert at búgva í segði landsstýrismaðurin. Jan Müller jan@sosialurin.fo Handilsskúlin brynjar seg til oljuvinnu Millum skúlarnar í Føroyum, sum av álvara eru farnir at brynja seg út til eina komandi oljuvinnu, er Handilsskúlin. Tað kom eisini týðuliga til sjóndar á Oljutinginum í farnu viku, sum nettupp varð hildið í stóru høllini á Handilsskúlanum í Havn. Ragnar Magnussen, stjóri megnaði á livandi og greiðan hátt at seta upp komandi ætlaninar hjá skúlanum. Hann vísti til tað samstarvið, sum Handilsskúlin hevur fingið í lag við BI-handilsskúlan í Stavanger. Innihaldið í hesum samstarvi er at fáa skeið og útbúgvingar á oljuøkinum inn um Handilsskúlans gátt við Marknagilsvegin. Og fyrireikingarnar eru komnar so mikið væl áleiðis, at Handilsskúlin í næstum kann bjóða eina røð av skeiðum. Ragnar Magnussen segði, at tey vóru komin til, at skilabest var at byrja við HUT-undirvísingini tvs. innan heilsu, umhvørvi og trygd, nú júst hetta er so týðandi fortreyt fyri øllum oljuvirksemi og annars eisini øðrum virksemi í føroyska samfelagnum. Tað ræður um at flyta kunnleikan til HUT til Føroya sum skjótast, nú boringarnar standa fyri framman. Endamálið er so at senda hesa vitan út í samfelagið og eisini kanaliserra hana út aftur í vinnuna. Tað ræður tí um at menna føroyskan førleika á hesum økjum. Longu í næsta ár verður farið undir 5 ymisk skeið í HUT. Næsta stig verður so at undirvísa í, hvussu man handfer sáttmálar í hesi nýggju vinnu. Og síðani gongur tað slag í slag alt árið 2001, 2002 og 2003 við at skipa undirvísing í góðskuleiðslu, projektstýring, roknskapi, fyrisiting og leiðslu, marknaðarføringsleiðslu, strategiskari leiðslu, oljubúskapi osfr. Eisini umboð fyri BI vórðu við á Oljutinginum og greiddu frá BI. Tey sóu stórar møguleikar í tí samstarvi, sum er fingið í lag millum handilsskúlarnar báðar. Jan Müller jan@sosialurin.fo Mugu útbúgva okkum til oljuvinnu Vit skulu nú orða málsetningin fyri og menna ymisku útbúgvingarnar í Føroyum við atliti at oljuvinnuni. Áðrenn vit taka støðu og avgera, hvørjar útbúgvingar vit vilja fullføra, er neyðugt at sundurgreina framtíðar tørvin innan fleiri fakgreinar. Hetta merkir eisini, at vit mugu ásanna, at vit ikki megna alt. Men tað vit avgera at vit skulu røkka, skal fullførast á einum førleikastigi, ið svarar til altjóða krøv. Føroysk arbeiðsmegi fær hervið eisini atgongd til ein stóran arbeiðsmarknað segði landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum á Oljutinginum á Handilsskúlanum í farnu viku. Tórbjørn Jacobsen greiddi frá, hvussu vit føroyingar síðani fyrst í 90-unum høvdu ment okkara útbúgvingarligu førleikar við atliti til eina oljuvinnu. Hetta byrjaði við, at stuðul var latin til ungar føroyingar, sum tóku kavaraútbúgving og er so hildið fram til vit í dag hava gjørt fleiri týðandi avtalur við norskar undirvísingarstovnar um samstarv. Avtalurnar, sum vit hava gjørt við norsku skúlarnar, hava sum høvuðsmál at útbúgva føroyingar til komandi størv innan oljuvinnuna og gera ta føroysku útbúgvingarskipanina føra fyri at útbúgva arbeiðsmegi til oljuvinnuna. Landsstýrismaðurin nevndi eisini týdningin av, at oljuvinnan er ein altjóða vinna, og at tað er sera umráðandi, at føroyski førleikin uppfyllir altjóða krøv. Lat okkum beinanvegin gera okkum greitt, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið ætlar ikki, at tann minsti felagsnevnarin skal verða galdandi fyri okkara oljuútbúgvingar. Stýrið fer nú í samstarvi við vinnuskúlarnar at kanna, hvør førleiki er neyðugur og kravdur í sambandi við tær útbúgvingar, sum ætlanin er at seta á stovn. Neyðugt verður síðani at gera eina útbúgvingarætlan á hvørjum einstøkum skúla. Henda ætlan skal vera til allar lærarar, ið hava hug at menna teirra førleika innan ávísar lærugreinir. Vit vænta, og tað er eisini okkara vón, at tær fyritøkur, sum hava fingið boriloyvi, á virknan hátt fara at hjálpa til at fáa til vega neyðug praktikkpláss og útbúgvingarstørv segði landsstýrismaðurin. Tórbjørn Jacobsen væntaði sær annars eitt positivt samstarv millum vinnuskúlarnar og tær avvarðandi oljufyritøkurnar. Hann nevndi eisini trygdarkrøvini, sum verða sett í oljuvinnuni og segði, at føroyngar fara at átaka sær at fyrisita og bjóða út skeið á hesum økinum í samsvari við krøvini hjá oljufyritøkunum. Jan Müller jan@sosialurin.fo Stór krøv til veitarar Millum fyrilestrarhaldarnar á Oljutinginum í farnu viku var eisini eitt umboð fyri oljufelagið Statoil, sum er eitt av fyristøðufeløgunum, ið hevur fingið boriloyvi við Føroyar. John Inderhaug tosaði um treytirnar fyri at vera veitari og um krøv til samstarvsfelagar. Hann vísti á, at tað mesta ella umleið 95% av øllum virkseminum í leitiskeiðinum, liggur á veitarunum. Tí er tað minimalt, hvat oljufeløgini sjálvi eru uppi í. Hóast tað í Føroyum verður tørvur á eini útgerðarhavn frá byrjan, so duldi hann ikki fyri, at meginparturin av virkseminum í sambandi við leiting verður flutningur. Hann vísti á, at neyðugt er við dialogi millum veitararnar og myndugleikarnar. Her eru krøvini til góðskustýring av stórum týdningi. Í hesum sambandi hevur atlit til heilsu, umhvørvi og trygd alt at siga. Uppfylla veitararnir ikki hesi krøvini, sum longu eru kend aðrastaðni, so fáa tey ikki sáttmálar. Hetta kundi Leif Præstegaard frá norska útgerðarbasanum CCB uttanfyri Bergen staðfesta. Hann helt fyri, at tað er slítandi, kostar nógvan pening og setir stór krøv annars at fara inn í hesa vinnuna, men úrslitið kann eisini gerast, at tú fær ein kappingarføra fyritøku og harvið lut í oljuvirkseminum. At raðfesta heilsu, umhvørvi og trygd høgt er ein fortreyt fyri einum góðum úrsliti vísti norðmaðurin á. Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum vísti á, at tørvur er á at menna føroyska lógarverkið við atliti til HUT-krøvini, tvs. til heilsu, umhvørvi og trygd. Sum er eru fáar lógir og reglur fyri slíkum her á landi. Nú oljuvinnan setir hesi so høgt eiga føroyskir myndugleikar eisini at fokusera meira uppá hetta økið. Hann vísti á, at virkini mugu taka støðu til, um tey vilja vera við í oljuvinnuni ella ikki. Tey mugu so eisini finna saman fyri at loysa trupulleikarnar. Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Fullveldið forðar flogvøllinum Ætlaðu útbyggingarnar á flogvøllinum í Vágum eru fyribils steðgaðar, tí danir hava ikki hug at gera nakað, fyrr enn politisku viðurskiftini landanna millum eru greið Flogvøllurin: Líkt er til, at ætlaðu útbyggingarnar á flogvøllinum í Vágum verða seinkaðar, ella í ringasta føri av ongum. Ymsar frágreiðingar eru um orsøkina. Flogvallarovastin í Vágum sigur seg hava fingið at vita, at politisku samráðingarnar millum Danmark og Føroyar hava gjørt, at danir vilja steðga við útbyggingini. Fulltrúi í Ferðslumálaráðnum sigur, at grundin er tann, at danir heldur raðfesta íløgur í Danmark enn íløgur í Føroyum. Úrslitið er í øllum førum, at eingin króna er sett av til flogvøllin í Vágum í uppskotinum til komandi danska fíggjarlóg. Ætlanir eru frammi um útbygging av flogvøllinum í Vágum. Bæði at leingja vøllin sum er, og at byggja terminalin út, so hann gerst betri førur fyri at avgreiða ta støðugt vaksandi ferðsluna um flogvøllin. Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti hjá Statens Luftfartsvæsen í Vágum, sigur, at tinginar hava verið við danskar myndugleikar um útbyggingina. Men fyribils er alt steðgað upp, tí eingir pengar eru at fáa. Finnbogi Niclasen sigur eg hava fingið sum grundgeving, at danir ynskja at bíða við útbyggingini, til teir vita, um teir yvirhøvur eiga flogvøllin, ella um føroyingar fara at yvirtaka hann. Staturin átti fyrr allar flogvallirnar í Danmark. Men so við og við eru teir lagdir út til ymisk feløg at reka. Í dag eigur staturin bara flogvallirnar á Bornholm og í Vágum. Men nú er líkt til, at kenslurnar fyri flogvøllinum í Vágum eru munandi kølnaðar í Ferðslumálaráðnum. Niels Remmer, fulltrúi í Ferðslumálaráðnum, váttar, at eingir pengar yvirhøvur eru settir av til flogvøll í Føroyum á fíggjarlógaruppskotinum til komandi ár. Niels Remmer sigur, at danir hava nógv at brúka pengar til, og Ferðslumálaráðið hevur ikki so nógv, at nakað er at taka burtur av til føroyingar. Raðfest er, sigur hann, og avgjørt er at brúka allar pengarnar í Danmark. Har eru vegir og jarnbreytir, sum Ferðslumálaráðið metir hava meira brúk fyri pengum, enn ein flogvøllur í Føroyum. Niels Remmer sigur, at í Ferðslumálaráðnum verður ikki mett, at brúk er fyri nakrari útbygging yvirhøvur. Hann hevur verið nakrar ferðir í Føroyum, seinast fyri einum ári síðan, sigur hann, og kennir væl til viðurskiftini á flogvøllinum í Vágum. Teir trupulleikar, sum eru av øktari ferðslu, koma av, sigur Niels Remmer, fulltrúi í danska Ferðslumálaráðnum, at leiðslan á flogvøllinum og feløgini, sum flúgva til Føroya, duga ov illa at leggja flúgvingina til rættis. Tað er eingin grund til at sprongja flogvøllin við komum og fráferðum í einar tveir tímar, meðan vøllurin so stendur ónýttur hinar 22 tímarnar av samdøgurðinum, sigur Niels Remmer. Hann heldur, at um flogvallarleiðslan, Atlantsflog og Maersk Air bóru seg eitt sindur skilabetri at, var eingin grund til at tosa um útbygging av terminalinum. Tað hevði verið tað sama sum at bygt høvuðsjarnbreytarstøðina í Keypmannahavn út eftir ferðsluni tollaksmessudag, sigur Niels Remmer, fulltrúi í Ferðslumálaráðnum. Og sum nú er, eru ongar sum helst ætlanir um útbyggingar á flogvøllinum i Vágum, staðfestir Niels Remmer, fulltrúi í danska Ferðslumálaráðnum. Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti í Vágum, vísir aftur, at allir trupulleikar verða loystir við at leggja ferðaætlaninar um. Hann er samdur við Niels Remmer í, at hesin kennir viðurskiftini í Vágum. Og tí veit hann eisini, sigur Finnbogi Niclasen, at í Føroyum eru allar aðrar ferðaætlanir soleiðis, at fólk fara heiman tíðliga á morgni. Tað verið seg suðuroyingar, fugloyingar ella hvaðani tey so koma. Skipini sigla á morgni, og fólk fá ikki verið í Vágum fyrr enn út móti middegi. Tí liggja flogruturnar soleiðis, sum tær gera. Og tá so ferðafólkini eru komin til Danmarkar og skulu víðari, liggja altjóða ruturnar soleiðis, at tú helst skalt vera í Kastrup ella Billund áðrenn klokkan fýra seinnapart, um tú ætlar tær víðari beinanveg. Tí nyttar tað einki at leggja fráferðirnar á høvuðsrutunum seinni, enn tær liggja í dag, sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti. Heldur ikki er so, lætt at leggja tær fyrr á morgni av orsøkum, sum vit í Føroyum ikki ráða fyri, vísir hann á og tekur Billundrutuna hjá Maersk Air sum dømi. Flogið verður úr Billund til Føroya, eftir at flogførini, sum Maersk Brúkar á hesi rutuni, eru komin aftur av øðrum rutum. Eitt nú London ella Venezia. So tann grundgevingin, at vit skulu leggja ruturnar um, heldur ikki, sigur Finnbogi Niclasen, sum heldur fast við, at hann hevur fingið at vita, at tað er politiska støðan sum ger, at danir drála við útbyggingini í Vágum. At Ferðslumálaráðið sigur grundina vera, at teir heldur vilja brúka pengarnar í Danmark enn í Føroyum, tekur hann bara sum eina staðfesting av tí, hann hevur fingið at vita. Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Prestainnsetan á Glyvrum Sunnudagin varð fyrsti presturin í nýggja prestagjaldinum á Glyvrum innsettur Meinhard Bjartalíð varð sunnudagin av Bjarna Bæk, dómprósti, innsettur sum fyrsti sóknarprestur í nýstovnaða Glyvra prestagjaldi. Hátíðarguðstænasta var sunnudagin í Glyvra Kirkju, har kirkjufólkið fekk høvið at hoyra og heilsa upp á nýggja prest teirra. Nýggi presturin á glyvrum, Meinhard Bjartalíð, er 34 ára gamal og ættaður úr Árnafirði. Hann tók teologikt embætisprógv í Århus í 1997 og hevur síðan verið prestur á Viðareiði, har hann hevur røkt kirkjusóknirnar á Viðoynni, Svínoy og Fugloy. Frá1. oktober í ár er hann settur prestur í nýggja prestagjaldinum í Eysturoynni, sum umfatar bygdirnar Rituvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Lamba, Søldarfjørð og Skipanes. Meinhard Bjartalíð er giftur við Mariu Dam úr Kollafirði, og tey eiga tvey børn, Hjørdis og Súna. Eftir innsetanina sunnudagin var samkoma á Runavíkar Sjómansheimi, har kirkjuráð, prestar, próstur, biskupur og onnur vórðu boðin til døgurða. Avgerðin útsett FS Vágar og `IF samdust um at útseta avgerðina um, hvør skal leika í fyrstu deild komandi kappingarár, til seinna,dystin, sum verður leiktur í Sørvági leygardagin Seinni dysturin í kvalifikatónskappingini millum FS Vágar og `IF fer at gera av, hvør fær rættin at leika í fyrstu deild komandi ár. Fyrri dysturin, sum varð leiktur í Fuglafirði leygardagin, endaði við javnleiki 2-2. Líkindini at spæla fótbólt í Fuglafirði vóru ikki tey bestu. Tað regnaði illa, og vøllurin var sera vátur, tá byrjað varð. Og tað darvaði spælinum heilt nógv. Rættilig ferð kom ongantíð á spælið, tí menn óttaðust alla tíðina fyri at glíða. Tað kom meira enn einaferð fyri, at menn fóru skreiðandi eftir vøllinum, tá teir settu av, hóast eingin var í námind av teimum. FS Vágar legði harðari út og var beinanveg rættiliga nær einum máli, tá innlegg úr høgru síðu kom niðar á tvørstongina og stakk út aftur á vøllin, har tó eingin var at taka ímóti. ÍF kom, sum fráleið, meira við og hevði eisini onkrar næskar royndir. Men sum heild gekk spælið mest aftur og fram úti á vøllinum. Tóktist stundum heldur óskipað, sum eyðsýnt var orsakað av váta vøllinum. Tó vóru vágamenninir væl á veg aftur í gamla lagið við rópum og kjaftasliti, sum tó varð sett hart og kontant upp á pláss av dómaranum, Niklasi á Líðarenda. Bara fáir minuttir vóru leiktir, tá FS maður í álopi varð rættiliga klossut stegðaur av ÍF leikara. Dómarin dømdi fríspark til FS Vágar, sum eisini rætt var. Men kortini hevði vágamaðurin hug at krevja meira av dómaranum. Hann vildi ivaleyst hava kort til fuglfirðingin. Men dómarin var avgjørdur og gav honum greið boð um, at her ráddi dómarin, og hann vildi yvirhøvur ikki hoyra nakað um, hvat hann skuldi døma. Seinni í dystinum fekk annar vágamaður átalu fyri at banna á vøllinum. Tað var ÍF, sum fekk fyrsta málið í dystinum. Eitt brotsspark í 35 minutti, sum Bárður á Lakjuni uttan trupulleikar setti í netið. Beint fyri hálvleikssteðgin gekk skjótt. Í næstseinasta minutti var FS í álopi. Bólturin var sendur burtur aftur frá ÍF málinum og endað hjá Eyðfinni Fjalsbak, sum frá umleið 30 metra fjarstøðu langaði til, og bóltinurin brast í netið. Hann rakti bóltin púra reint og helt honum væl niðri. Eitt frálíkt skot, sum leiddi hugin aftur til hollendingarnar í sjeytiárunum. Bara ein minutt seinni hevði `IF hornaspark í hinum endanum. Vágamenninir megnaðu ikki at fáa bóltin burtur, og hann endaði hjá tí púra ódekkaða Bárði á Lakjuni, sum við einum frálíkum fluktara dundraði hann í FS málið. Fínt mál. Tað gingu bara fýra minuttir av seinna hálvleiki, til Eyðfinn Fjalsbak tóktist halda, at hann skuldi ikki standa aftan fyri Bárð í máltali. So tá FS fekk fríspark nakað uttan fyri brotsteigin, gjørdi hann av bara at seta bóltin beinleiðis í málið. Nakað soleiðis sá tað út hjá áskoðarunum, sum at tað tað einki hevði upp á seg. Fleiri mál komi ikki, hóast møguleikarnir sanniliga vóru til staðar báðar vegir. Tvær ferðir kíndi bólturin at kalla einum tómum vágamáli,. Men fór framvið. Og móti endanum høvdu vágamenninir allar møguleikar, sum yvirhøvur fáast, at avgera dystin. Men teir fingu ikki bóltin í mál hóast øgiligt trýst á `IF málið. Hornaspørk og skot upp á mál mestsum stóðu í kø móti dystarloki, men einki bar til. Fuglfirðingarnir bardust sum óðir og bjargaðu fleiri ferðir á strikuni. Men inn fór bólturin ikki. Komu ikki fleiri mál, komu hinvegin kort. Eitt gult til ÍF í seinasta minutti og trý til FS Vágar, sum hevði fingið eitt í fyrra hálvleiki. Gula kortið, sum ÍF liðskiparin fekk í seinasta minutti av dystinum var satt at siga rættiliga býtt og óneyðugt. Fuglfirðingarnir vóru ónøgdir við dómin og hildu ikki, at talan var um brot, sum átti at geva kort. Men her var dómarin ósamdur, og tað er hóast alt hann, sum tekur avgerðirnar. Ein langur bóltur varð sendur fram í høgru síðu, og ein verjuleikari hjá FS Vágum metti, at hann kundi verja fyri, at ÍF álopsmaðurin fekk bóltin. Fuglfirðingurin, sum var tann aftari, tveitti seg á váta vøllinum fyri at røkka bóltinum, men fekk bara beinini undan vágamanninum, og bólturin fór út til málspark. Eitt rættiliga býtt kort at fáa, tá farið er undir yvirtíðina. Javnleikurin mundi koma betri við hjá FS Vágum, enn hjá ÍF, sum nú skal royna at avgera lagnuna á útivølli. Ikki tí, uggðau fuglfirðingar seg við eftir dystin. `IF hevur roynst sera væl á útivølli í landskappingini í summar, so hvør veit? Royndirnar sigraðu Nýuppfluttu Søljugenturnar vóru bara seinasta sekundið frá fyrsta stiginum í fyrstu deild. Hóast Neistin ikki spældi tað besta, tær hava víst, vóru tað royndir teirra, sum sigraðu Nestin vann hondbóltsdystin í fyrstu kvinnudeildini móti Søljuni fríggjakvøldið. Drúgvu royndirnar hjá Neistanum í bestu deildini gjørdu munin. Eftir hampiliga avrikið hjá Søljuni móti føroyameistarunum seinasta vikuskifti, vóru tað helst fleiri, sum væntaðu ein spennandi dyst fríggjakvøldið. Og spenningur var fyri allar pengarnar, hóast sjálvur dysturin ikki var tann besti, spældur er. Tá hálvurtriði minuttur var eftir av dystinum var Neistin framman fyri við trimum málum, sum Søljan tók innaftur, og tapti aftur við einum fríkasti, tá tvey sekund restaðu í leiklok. Dysturin byrjaði heldur trilvandi við fleiri áopum hvønn vegin, áðrenn nakað mál kom. Tíggir minuttir gingu, áðrenn fyrsta málið kom. Tað fekk litaviska Simona hjá Søljuni, hóast hon var mansvard frá fyrsta bríksli. Eyðsæð var, at neistagenturnar høvdu frætt um avrik henna móti Stjørnuni. Men skjótt varð greitt, at munurin millum bestu og næstbestu deildina var so mikið stórur, at tað fór at gera mun. Neistagenturnar spældu, hóast tær kundu spælt betri, við størri tryggleika enn nýuppfluttu sóljugenturnar. Breiddin hjá Neistanum var størri og fleiri tordu at halda seg framat, enn tær gjørdu á vágaliðnum. Eingin ivi er um, at har verður satsað upp á Simonu, sum eisini er heilt framúrskarandi, tá hon sleppur at spæla. Honvegin má hin litaviski leikarin, Kristina, sum stóð í málinum, taka part av ábyrgdini fyri úrslitinum á seg. Tí hon var ov ójøvn. Til tíðir tóktist hon meira at kalla klossut, meðan hon aftur fyri til aðrar tíðir spældi klassahondbólt. Men verjan kundi eisini verið betri. Men Helena í Neistamálinum átti so sanniliga eisini sín part av sigrinum. Hennara mongu framúrskarandi bjargingar mundu taka pippið frá fleiri mótspælarum. Millum annað byrjaði hon við at taka eitt brotskast frá Simonu, sum annars brendi eitt annað brotskast. Hon rakti ikki málið. Hóast Søljan fekk fyrstu málini, kom Neistin skjótt fram um og fór heilt skjótt frá Søljuni. Men søljugenturnar fullu ikki í fátt kortini og stríddust allan fyrra hálvleik við at halda tørn. Í steðginum var trý máls leiðsla til Neistan. 11-8. Seinni hálvleikur gekk sum tann fyri. Neistin helt seg støðugt framman fyri. Søljan kom upp í móti teimum og onkuntíð á javnleik. So loysti Neistin aftur, og tá tríggir minuttir restaði í tíð, var munurin trý mál. Tá varð roknað við, at nú var liðugt. Men seiggi var í vágagentunum kortini, og tær stríddu seg til javnstøðu í seinasta minutti. Sera óhepnar vóru tær við frískastinum, tá tvey sekund restaðu í. Tvær útvísingar fingu tær eisini, sum tóktust ørkymla tær eitt sindur. Tá so skotið kom, endaði ta_ í málinum, og Neistin hevði vunnið dystin, samstundis sum dómarin bríkslaði av. Neistin skal taka seg saman, um tær skulu liva upp til vónirnar, sum altíð eru til eitt slíkt stórlið, sum tær verða roknaðar at vera. Hinvegin hevur Søljan í sinum báðum dystum higartil víst, at hóast tær hava tapt báðar, eru evni til at vinna onkran av komandi dystunum. Ungu leikararnir skulu venja seg við ferðina og støðIð í fyrstu deild. Og tær skulu fyrst av øllum trúgva meira upp á seg sjálvar. Alt ov nógvir bóltar vórðu sløsaðir burtur, tí tær loftaðu ov illa. Tá nervarnir eru komnir upp á pláss, virðingin fyri øllum hinum er minkað, og sjálvsálitið bygt eitt sindur upp, fara tær heilt víst at veita øðum liðum høvuðbrýggj. Dystartøl: Neistin Søljan 23 22 Neistin: Annika Thomsen 10 Kára á Dunga 5 Susan Brockie 3 Súna Mørk 3 Gunvør Hofgaard 1 Birita Wardum 1 Ávarðingar 3 Útvísingar 4 Søljan: Simona Dziugyte 12 Marjun Jørgensen 5 Heidi M. Akselsen 2 Hertha Simonsen 2 Heidi Haraldsen 1 Ávarðingar 3 Útvísingar 6 Burturvísing 1 Føroyingar skulu til Jugoslavia í august Seinnapartin fríggjadagin eydnaðist tað Fótbóltssambandinum at fáa FIFA at taka støðu til, at útsetti dysturin ímóti Jugoslavia ikki skal spælast í vetur men heldur komandi summar Nú er tað greitt, at føroyska fótbóltslandsliðið fer í vetrarfrí, tá dysturin í Sveis er liðugur seinnapartin leygardagin. Í vikuni hevur tann møguleikin verið nevndur, at landsliðið skuldi spæla í Jugoslavia mikudagin 15. november. Hetta er nakað, sum bæði FSF leiðslan og spælararnir hava sæð ógvuliga svart uppá. Kappingarárið er liðugt, spælararnir eru troyttir, og tað hevði ikki borið til at funnið sinniliga yvirskotið, sum skuldi til, um venjingarstøðan skuldi verið hildin støðug í ein mánað afturat. Seinnapartin fríggjadagin fekk Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, boð frá FIFA um, at dysturin verður spældur 15. august komandi ár: Vit vildu sera fegnir hava avgerðina, áðrenn spælararnir fara á vøllin í Zürich seinnapartin leygardagin. Vit hava sagt FIFA, at tað fer at bera sera illa til hjá okkum at spæla 15. november. Tað tók sína tíð at fáa teir at koma við einari avgerð, men nú hava vit fingið skriv frá teimum um, at dysturin verður 15. august. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at hetta líkar okkum sera væl, segði Ísak Mikladal við Ítróttarsosialin klokkan 16.30 fríggjadagin. Tá hevði hann akkurát fingið boðini frá FIFA. Eftir at vit høvdu verið í sambandi við aðalskrivaran í FSF, skuldi hann seta seg í samband við føroyska landsliðshópin í Zürich. Eingin ivi er um, at boðini um nýggja spælidagin fríggjakvøldið gliðu væl niður í føroysku leguni í Zürich. jh Fanatisma sum vápn Ein rættleiðing til harra Kai Vágfjall At hava eina politiska støðu er okkara rættur. Eisini tín, sjálvt um tað ikki eru so nógvir føroyingar, sum eru so fanatiskir í tjóðskaparmálinum, sum tú; eg veit tí ikki, um tú ert svar verdugur. Tó. Nú hevur tú í nógvum greinum hunddálka formannin í Javnaðarflokkinum, nú seinast sum fólkatingsmann í blaðnum 05.10. Eg skal siga tær, at tann vanligi veljarin undrast ikki yvir ta støðu, sum Jóannis og Javnaðarflokkurin hevur til ríkisrættarmálið, men meira undrast vit yvir ta framferð, sum sitandi landsstýri hevur víst í teim málum, sum tú nevnir: Nato-málið, ST-málið, málið um landspartamál/tjóðarmál og fiskivinnusamráðingarmálið. Eingin av hesum málum hava fyrr verið trupulleikar, men eru nújørt til tað av sitandi landsstýri og ikki minst Tjóðveldisflokkinum, har núsitandi samgongu-toppar provokera og fara uttan um galdandi lógir í tí eina ørindinum, at provokera og seta ilt blóð millum okkum og danskar myndugleikar, sum halda seg til galdandi reglir. Hettar er als ikki neyðugt og fremur ikki ríkisrættarsamráðingunum. Eg vænti ikki, at tú dugur ella vil skilja hesa støðu okkara, hartil ert tú alt og einoygdur politiskt. Men spilla fólk út, sum valla tú ert verdugur til, tað heldur tú teg hava heimild til, men frá hvørjum? Tú gloymur, at nógv flestu føroyingar eru ikki tjóðveldisfanatikarar ella ditto romantikarar, men realistiskt hugsandi fólk, og hesi somu finnast eisini í Tjóðveldisflokkinum, tí betur. Fanatisma er einki gott, eigur tí ikki at fáa høvdið fyri seg her á landi. Birgir Mohr Sandur Tað eru fólkapensjonistarnir, sum hava krav uppá ein samfelagsligan ágóða nú? Nógv hevur seinastu tíðina verið tosað um, at tíðin er búgvin til ein munagóðan skattalætta til Føroya fólk. Einki at ivast í, at vit øll fegin vildu livað við einum lægri skattatrýsti. Tað sigur seg sjálvt. Men eg fari at loyva mær at siga, at vit hava nakrar sera átrokandi skyldur at liva upp til, áðrenn vit geva øllum, eisini teimum sum hava góð inntøkuviðurskifti uppaftur betri inntøkuviðurkifti. Okkara fólkapensjonistar, og serstakliga teir, sum bara hava sína fólkapensjónm at liva av tey hava hvørki góð ella tolulig inntøkuviðurskifti enn. Tað lukkaðist tíbetur í ár, at fáa framt eina munagóða hækking av inntøkuviðurskiftunum hjá teimum fólkapensjonsitum, sum bara hava sína fólkapensjón til dagin og vegin. Og hóast hesi fingu millum 800 og 1000 kr meir at liva av um mánaðin í ár 2000 enn tey høvdu í fjør, so skylda vit framvegis teimum eina veruliga dagføring av fólkapensjónini. Ein giftur fólkapensjonistur fær í dag í mesta lagi 4.626 kr um mánaðin. Tað vóru ikki nógv onnur, sum fingu endarnar at røkka saman við slíkari inntøku. Hesin samfelagsbólkur eigur at takast fram um aðrar, tá ið mett verður, at landskassin kann klára seg við færri inntøkum, enn hann fær í dag. Og tá ið vit hugsa um, at hesin fólkapensjonisturin ikki rindar nógvan skat, ja so verður ágóðin til hansara av einum skattalætta sera lítil. Vit eiga tí beinan vegin, og áðrenn endalig støða verður tikin til generellar skattalættar, at hækka fólkapensjónirnar enn eina ferð. Hetta er tað ættarliðið, sum eigur lívið í okkum. Í hesum tíðarskeiði, meðan tey, sum í dag eru á arbeiðsmarknaðinum, gera avtalur við sínar arbeiðsgevarar um góð eftirlønarviðurskifti og tryggan aldurdóm, skulu vit syrgja fyri, at tey sum undan okkum gingu, og skaptu virðini her á landi, at tey fáa eina betri fólkapensjón. Tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at vit ikki geva fólkapensjonistunum eina munagóða hækking beinan vegin, um so er at vit hava ráð til skattalættar nú. Helena Dam á Neystabø Airport Glyvursnes Komandi Býráð fer at taka positiva støðu fyri at fara undir fyrireiking til ein altjóða flogvøll á Glyvursnesi. Sum øllum kunnugt er flogvøllurin vesturi í Vágum ikki tíðarhóskandi og eru ikki nøktandi umstøður at gera hann størri. Tað er ikki ráðiligt at Landsstýrið fer undir størri íløgur við hesum flogvølli og eigur heldur at taka undir við vøllinum á Glyvursnesi sum jú er eitt Landsmál. Tær kanningar sum nú eru um at verða lidnar á Glyvursnesi vísa at veðurlíkindini eru nøktandi og yvirhøvur fleiri fyrimunir enn vansar eru við hesum komandi nýggja vølli samanborið við Vágarnar umframt at á Glyvursnesi kann breytin verða 3 km til longdar. Undirsjóartunnillin til Vágar eigur ikki at tvinnast saman við vøllinum í Sørvági. Vøksturin í samfelagnum ger tað alneyðugt við einum altjóða flogvølli á Glyvursnesi, Tjóðini og vinnulívinum at gagni. Johan Mortensen Valevni fyri Tjóðveldisflokkin Til Býráðsvalið Hvør skal hava ketuna? Hetta er, sambært okkara lokala blað, mest áhugaverdi spurningurin, nú býráðsvalið nærkast. Hetta sjónarmið kunnu vit, ið umboða Javnaðarflokkin í býráðnum: Torleif Sigurðsson og Eyðgunn Samuelsen, sum so taka undir við. Hvat fylgir við ketuni? Tað, ið vit tó halda vera enn meira áhugavert, enn svarið til omanfyrinevnda spurning. Hvørjari støðu er býur okkara í eftir 4 ár við sitandi samgongu, og hvat skal til fyri at varðveita og menna býin komandi 4 árini. Hetta er nokk tann spurningurin, ið borgarin í Klaksvík hevur krav uppá at fáa svaraðan. Á hesum stað vilja vit royna at geva okkara svar til henda spurning. Býráðssetan 1996-2000 Vit vóru, sum áður nevnt, vald í býráðið og komu at sita í andstøðu. Vit avgjørdu frá byrjan at arbeiða sum eitt team, og at vit fóru at royna alt vit kundu, at fáa ávirkan á politikkin, ið fór at vera førdur við at vera realistisk og positiv. Vit býttu arbeiðið ímillum okkum á tann hátt : Torleif skuldi fáast við vinnuliga partin (havnarnevndin og fíggjarnevndin) og Eyðgunn tann sosiala/mentannarliga partin. Tó so at vit regluliga hava tosað saman, og kunnað hvønn annan, so arbeiðið var samskipað. Vit halda sjálv, at vit hava gjørt eitt rímuligt arbeiði. Sum dømi kunnu vit nevna tvey av stórmálunum, ið vit aktivt hava viðvirkað til: Fíggingin av kommunuskuldini kom at vera saman við Landsbankanum og Norðoya Sparikassa, og vit hava tvífaldað talið av barnaansingarplássum í Kommununi. Hvussu er støðan í býnum Fyri at nevna tað positiva fyrst, so er skuldin minkað rættuliga nógv. Annars er støðan ikki so nógv betri nú enn fyri 4 árum síðani, lítið er til av tøkum peningi og íløgutørvurin er enn alt ov stórur í mun til inntøkuna hjá kommununi. Mettur Íløgutørvur: sí talvu Her kann viðmerkjast, at nógv av tølunum eru ógvuliga varðisliga mett. Hetta er bara fyri at vísa fólkið myndina av støðuni. So heldur enn at tosa um nakra ketu, er spurningurin, hvør vil og torir at fara inn og raðfesta og at greiða veljaranum frá, hvussu raðfest verður. Politiska gongdin hetta valskeiðið Tann flokkur og teir persónar, ið nú bjóða seg fram at leiða býin komandi fýra árini, fekk boðð leiðslu og borgmeistarasess við ketu fyri fýra árum síðani. Karsten Hansen stóð í boði at vera borgmeistari tá og hóast press m.a frá sínum egna flokki úr Havnini, vildi hann ikki taka av tá. So nú standa vit og spyrja, hvat er nú hent, tá ið alt er leyst og liðugt hesaferð. Annars hava teir havt varaborgarstjóran í hesi samgonguni, so teirra møguleiki at mynda gongdina hevur verið rættuliga stórur. Javnaðarflokkurin torir og vil Vit leggja ikki so nógv í ketur, men um spurningurin er at leiða býin og taka tær avgerðir og møta teimum avbjóðingum, ið liggja fyri framman, so kunnu vit boða frá, at umboðini hjá flokkinum eru til reiðar at taka av, um so skuldi verið. Torleif Sigurðsson og Eyðgunn Samuelsen, www.get.to/eydgunn býráðslimir og valevni hjá Javnaðarflokkinum Mettur Íløgutørvur: Ár 2000-2005 Útstykking og grundøki 5 mió Havnagerð 15 mió Vatnverk 4 mió Vegagerð 5 mió Akfør 1 mió Miðbýur 10 mió Skúlar 20 mió Svimjihøllin 20 mió Ítrottarøki 2 mió Mentannarhús 5 mió Kirkjugarðar 4 mió Barnaansing 5 mió Eldraíbúðir og sambýli 10 mió Heilsumiðstøð 10 mió Teldur og uv-tilfar 4 mió Tilsamans 126 mió At ráða yvir komandi 5 árini 80 mió Munur 46 mió Fiskirættindi føroyinga verða framvegis høvuðsálitið At nakrir fáir á lógligan hátt gera sær dælt av minkandi veiðimøguleikum og ríka seg sjálvar upp, heldur enn at hugsa um heildina, má steðgast beinanvegin. Jákup Egholm Hansen hevur grein í bløðunum í seinastu viku, sum fær fólk at undrast, tí hesin maður er ikki hvør sum helst, men formaður í einum sera týðandi føroyskum reiðarafelag, nevniliga tí hjá rækjuflotanum. Var tað hvør sum helst, so kundi tú halda, at hann hevði miskilt kjakið, sum tíbetur er byrjað um skipan av fiskiríkidøminum hjá Føroya fólki. At formaðurin hjá rækjumonnunum letur lesaran skilja, at áskoðanirnar hjá formanninum í búskaparráðnum og hjá Føroya Javnaðarflokki vóru eins og tær somu, líkist meira manipulatión enn veruligum vilja til eina sakliga viðgerð av einum sera álvarsomum máli. Tað er als ikki so, at Javnaðarflokkurin ætlar at leggja avgjald á fiskiloyvi ella selja tey til hægstbjóðandi. Hetta er als ikki tikið upp á tungu í javnaðarhøpi. Veruleikin er, at tað almenna hevur latið fiskiloyvi til ymisk reiðarí fyri á besta hátt at gagnnýta tað ríka tilfeingi, sum er lívsgrundarlagið hjá okkum øllum føroyingum. Hesi loyvi skuldu sjálvsagt latast fiskimonnum og skipum, sum hava besta møguleikan at gagnnýta fiskigrunnarnar, og tað eru tey í flestum førum. At tey so verða latin fyri einki, ger rakstrarmøguleikarnar hjá flotanum bara betri, og tað skuldi so eisini komið okkum øllum til góðar. Men nú koma vit til tað, sum ikki er sambæriligt við andan og góða viljan omanfyri. Tí summir av hesum, sum fingu álitið frá Føroya fólki at gagnnýta okkara felags tilfeingi, misbrúka álitið. Ístaðin fyri at fiska, leggjast teir á fiskirættindini, sum teir fingu fyri einki, leiga tey út til aðrar fyri nógvar pengar ella selja tey fyri okursprís. Altso ta álit, hesir menn fingu, brúka teir nú til at pumpa pening úr eini fiskivinnu, sum frammanundan hevur tungt við at klára seg. Tað er júst hetta, sum ger tað dýrt og ómøguligt hjá framtakshugaðum, ungum føroyingum at fara til verka, tí áðrenn teir sleppa ígongd, skulu teir (ikki gjalda til tað almenna fyri fiskirættindi, men) gjalda í dýrum dómum til nakrar, sum fingu rættindini fyri einki. Summir eru enntá so grammir at vinna sær pening av fiskirættindunum hjá Føroya fólki, at teir lata aðrar tjóðir fara avstað við loyvunum fyri pening, sum fer í teirra egna privata lumma. Tað eru hesi viðurskiftini, Javnaðarflokkurin vil fáa eitt kjak í lag um. Spurningurin er als ikki at køva nakran bjartan neista, men ansa eftir, at tilfeingið, sum Føroya fólk eisini í framtíðini skal liva av, verður so rættvíst og skilaliga skipað, at tað kemur øllum fólkinum til gagns. Tað er neyðugt at lóggáva so, at freistingin á lógligan hátt at misbrúka álitið ikki heldur fram, men at fiskiloyvini, givin eru og vónandi fara at vera givin í framtíðini, fara at koma øllum fiskimonnum, reiðarum og øllum Føroya fólki til mesta gagn. Hans Jørgensen ODDAGREIN: Norðurlond og umheimurin Í hesum døgum verður ein frágreiðing frá einum sokallaðum Vísmannabólki almannakunngjørd. Vísmannabólkurin telur umboð úr øllum Norðurlondum, og her eisini Føroyum. Ætlanin er, at Vísmannabólkurin skal leggja fram til orðaskifti frágreiðingina á komandi Norðurlandaráðsfundinum, sum verður í Íslandi um ein mánað. NÚ vita vit ikki í skrivandi løtu so nógv um innihaldið í hesi frágreiðing, men útvarpið visti at siga frá mánamorgunin, at Vísmannabólkurin kemur til ta niðurstøðu, at Norðurlond mugu til at orða ein felags politikk mótvegis eitt nú Europasamveldinum, ið um ikki so langa tíð eisini fer at fevna um fleiri av eystureuropeisku londunum. VÍSMANNABÓLKURIN hevur eftir øllum at døma eina greiða støðu til ES og ljóðar hetta skilagott. Ikki tí at tað er rætt at isolera seg ella at standa uttanfyri felagsskapir av ymsum slag. Men tað er týdningarmikið, at Norðurlond, sum jú longu eru "splittað" við at nøkur eru í ES og nøkur uttanfyri, draga eina felags línu í tí, sum júst eyðkennir Norðurlond sum nakað serstakt. Her verður bæði hugsað um mentan og annars samfelagsligar dygdir, sum í stóran mun hava verið sermerktar fyri júst Norðurlond. Hvussu oftani verður ikki víst til Norðurlendska vælferðarmodellið og hvussu mong brúka ikki hetta modell sum fyrimynd fyri framtíðar samfelagnum! TAÐ var tann tíð, tá norðbúgvar kendu seg sum norðbúgvar, tvs. nakað fyri seg. Tað varð tosað um at skipa Norðurlond sum ein felagsskap av londum, sum kanska kundi minna um ES ger tað á summum økjum. Men sohvørt fleiri av Norðurlondum fóru uppí ES fjarðaði hesin dreymur burtur, tó so at vit í dag hava Norðurlandaráðið, ið skal bæði raðfesta og staðfesta tann norrøna samleikan. Ymsar meiningar eru um, hvussu væl hetta hevur eydnast. Nú verður so vónandi lagt upp til, hvussu vit kunnu leggja nakað meira ítøkiligt í henda samleika og hvussu vit menna okkum sum eitt mentanarligt øki mótvegis umheiminum. ÁHUGAVERT verður at síggja, hvat Vísmannabólkurin mælir til á hesum øki. At hann leggur stóran dent á norrøna samleikan og at fáa Norðurlond at kenna seg sum eina mentanarliga og samfelagsliga eind er bæði gott og rætt. Londini goyma so stór virði, at hesi mugu ikki missa fótafestið í tí meldrinum, sum fer at koma í kjalarvørrinum á einum risastórum samveldi í Europa eftir amerikanskari fyrimynd. Sjálandi skulu vit heldur ikki gerast nalvaskoðarar og bara síggja Norðurlond sum svarið uppá tað einasta rætt og besta. Lýti eru allastaðni. Men tað ræður um at hjúkla um og virðismeta tað góða vit hava sum norðbúgvar, ikki minst við tí fyri eygað, at vit við at standa saman og kenna okkum sum eina eindu, harvið eisini kunnu tilføra umheiminum nakað gott á so nógvum ymsum økjum. Ikki minst demokratiska hugsjónin og sosiala medvitið eru virði, sum vit við røttum kunnu borðreiða fyri umheiminum. Tað áhugaverda er, at Norðurlendska vælferðarmodellið ikki bert kann vera góður íblástur hjá tilafturskomnum londum, men kann tað so sanniliga eisini hjá framstandandi tjóðum sum eitt nú USA. Eitt nú kundu amerikanarar lært nógv av okkara hugburði eitt nú mótvegis deyðarevsing og annars ikki minst á tí sosiala økinum. Met í brotsspørkum Sveisarar fingu trý brotsspørk í ellivu minuttir, teir skoraðu hvørja ferð og øktu tískil úr 2 1 og til 5 1 Tað kemur næstan ikki fyri í altjóð fótbólti, at eitt lið fær trý brotsspørk ísama dysti, og tað er heilt sjáldsamt, at dómarin innanfyri ellivu minuttir tríggjar ferðir dømir brotsspark til sama liðið. Men soleiðis var tað í Sveis leygardagin. Heimaliðið fekk brotsspark í 42., 45. og í 53. minutti. Føroyingarnir hildu seg ikki kunna siga nakað um brotsspørkini, sum vórðu dømd ímóti John Petersen og Jens Kristiani Hansen, men teir iðraðu seg um óneyðugu støðurnar, sum bóru brotsspørkini við sær. Síðsta brotssparkið varð dømt ímóti Allani Mørkøre. Tann dómin hildu føroyingarnir vera burturvið. Í fyrra lagið tí teir hildu, at tað var mótstøðumaðurin, sum rann inn í Allan Mørkøre og í seinna lagið, tí teir mettu, at samanbresturin var uttanfyri brotsteigin. Kubilay Türkyilmaz skoraði allar tríggjar ferðirnar. Harvið gjørdi sveisarin, sum hevur ættarbond til Turkalands tað, sum teir rópa reint hattrikk í ellivu minuttir. Tað er í sær sjálvum sjáldsamt, og tað er sera rár hending at gera reint hattrikk upp á brotsspørk og upp á so stutta tíð. Hesin maðurin hevur spælt 53 landsdystir fyri Sveis, og málini leygardagin vóru nummar 28, 29 og 30. Glaður venjari Venjarin hjá sveisiska landsliðnum eitur Enzo Trossero. Sum vera man so skein hann sum sólin eftir dystarlok. Hann ásannaði, at tað var ein stórur skelkur, tá Føroyar kom á odda, men annars tosaði hann mest um, hvussu avrikið leygardagin kann brúkast á útivølli ímóti Slovenia í morgin: Eg eri sera væl nøgdur við álopsspælið. Okkara menn fluttu seg nógv og skjótt, og tað skulu teir eisini gera í Slovenia, segði væl hýrdi venjarin. Um brotsspørkini segði venjarin, at hann mintist eina ferð áður, at eitt lið hevði fingið trð brotsspørk í sama dysti. Tað var í kappingini um suðuramerikanska meistaraskapin, at Argentina fekk trý brotsspørk. Munurin frá teimum og til okkara var, at sami maður hjá teimum royndi allar ferðirnar, og hann misnýtti hvørja ferð, brosaði venjarin. jm/jh Italia var ov stórur biti U-18 landsliðið tapti stórt ímóti italsku vertunum. Venjarin heldur, at 6 0 var ov nógv, tá hugsað verður um spælbýti Tað var ikki við bestu vónunum, at føroyska landsliðið leygardagin fór á vøllin vøllin í Osimo í Italia. Italsku vertirnir høvdu í summar vunnið EM kappingina, og sjálvt um teir nú hava eitt nýtt lið, so var tað greitt, at talan fór at verða um ógvuliga stóra mótstøðu hjá føroysku unglingunum. Italia vann 6 0. Tað var als eingin ivi um, hvat liðið var tað betra, men venjarin hjá føroyska liðnum, Jógvan Martin Olsen, er ikki nøgdur við støddina á tapinum: Vit taptu við í hvussu so er tveimum málum og nógv. Okkara hava tveir risa stórar møguleikar at fáa mál, men teir eru ikki nóg neyvir og avgjørdir, tá tað mest ræður um. Og tvey av italsku málunum vóru púra óneyðug, tí tey stóðuast av persónligum mistøkum, sum ikki eiga at koma fyri á hesum støðinum, sigur Jógvan Martin Olsen úr Italia. Leingi lítil munur Italsku spælararnir koma úr kendu feløgunum har niðri. Málverjin var úr Roma, og útispælararnir vóru úr Napoli, Milan, Inter, Torino, Juventus, Parma, Bologna og Genoa. Onkrir teirra spæla longu í bestu italsku deildini. Italiumenninir vóru skjótari og bólttryggari, og teir fingu skjótt hol á. Eftir uppspæl í høgru og innlegg skoraðu teir í sjeynda minutti. Føroyingarnir royndu at leggja sær eina við ikki at sparka, men heldur at spæla fótbólt. Mótstøðumenninir høvdu bóltin meiri, men tað eydnaðist føroyingunum at vera við, og eftir eitt korter var tað um reppið, at teir javnaðu. Hjalgrím Elttør fór til baklinjuna í høgru, men ólukkutíð fekk Fróði Jóanesarson akkurát ikki fatur á innlegginum. Síðstu løtuna av 1. hálvleiki økti Italia tvær ferðir. Í 41. minutti øktu teir til 2 0. Tað var upp á beinleiðis fríspark, og føroysku spælararnir vóru í hesum sambandinum rættuliga illa við. Jón Rói Jacobsen, sum var sterkur í miðverjuni, tóktist vinna luftbólt á markinum til brotsteigin. Ukreinski dómarin bríkslaði fyri frísparki til heimaliðið. Føroyingarnir gjørdu manngarð, ein italiumaður stillaði seg í verjugarðin, hann togaði ein av føroysku spælarunum niður. Dómarin tóktist ganga ímóti ástaðnum, og meðan føroyingarnir bíðaðu eftir, hvat hann fór at døma, smekkaði ein frísparksbóltin í holið, sum var komið í verjugarðin. Í yvirtíðini av 1. hálvleiki økti Italia til 3 0. Teir spæla eitt tvey við ein av álopsmonnunum, sum leggur út frá aftur, og langskotið fer í málið aftanfyri Pól N. Joensen. At tvey mál komu síðstu løtuna undan steðginum kendist sera meint, tí italiumenninir høvdu harvið fingið meiri enn fulla úrtøku burturúr fáu møguleikunum. Tætt í hálvan tíma Jógvan Martin Olsen sigur seg vera væl nøgdan við avrikið fyrsta hálva tíman av 2. hálvleiki: Tølini siga, at vit taptu 6 0, og harvið mugu vit boyggja okkum fyri, at mótstøðumenninir vóru væl betri. Men tað var bara í heilt stuttum pørtum av dystinum, at munurin kom til sjóndar. Fyrsta lítla hálva tíman av 1. hálvleiki vóru okkara sera væl við, og tað vóru upplagdir møguleikar at gera mál. Símun Joensen hevði gott langskot, sum fór dygst omanfyri. Tá vóru tíggu minuttir farnir. Fimm minuttir seinni legði Brynjolvur Nielsen hornaspark innfyri úr vintru, Símun Joensern var hægstur, men stútarin varð bjargaður á málstrikuni. Tað var sera harmuligt, heldur venjarin, sum vil vera við, at Jón Rói Jacobsen eitt stórt korter út í 2. hálvleik var snðttur fyri eitt brotsspark, tá hann eftir horna varð trðstur í ryggin. Tað kunnu vit kanska tosa um, men tað var eingin ivi um brotssparkið, tá Jann Ingi Petersen varð feldur, eftir at okkara høvdu spælt seg ígjøgnum í høgru. Tá vóru 29 minuttir farnir av seinna umfarinum, men tað læt ikki í dómaranum, sum eisini tagdi, tá vit eitt sindur seinni mettu, at Hjalgrím Elttør varð feldur, sigur Jógvan Martin Olsen. Pól N. Joesen bjargaði onkrari góðari italskari roynd, men síðsta stóra korterið fekk Italia trý mál. Teir øktu til 4 0 eftir kiksaða rangstøðufellu. Tá var seinna umfarið 27 minuttir gamalt. Í 80. minutti øktu teir til 5 0. Føroyski málverjin var óheppin, tá hann skuldi tveita bóltin út til Brynjolv Nielsen. Bólturin fór í staðin til ein mótstøðumann, sum lættliga kundi trilla bóltin í málið. Síðsta málið var eisini rættuliga bíligt. Tað restaðu átta minuttir, tá málverjin bíðaði so mikið leingi at taka bóltin, at ein av mótstøðumonnunum fekk pilka bóltin frá honum. Í síðsta minuttinum høvdu bæði Fróði Jóanesarson og Bergur Djurhuus púrar upplagdar møguleikar. Teir vóru blankir fyri málinum, men megnaðu ávikavíst at stúta á málverjan og skeivu megin stólpan. Eg eri nøgdur við bóltspælið í stórum pørtum av dystinum, men eg eri sera vónbrotin av, at teir fingu fleiri ov løtt mál, og at vit ikki megnaðu at skora upp á upplagdar møguleikar, sigur Jógvan Martin Olsen. Seinnapartin í gjár klokkan tvey skuldu føroyingar spæla ímóti Onglandi, og í morgin fara teir at spæla ímóti Andorra. jh Føroyska liðið ímóti Italia: Pól N. Joensen, B36 Jann Ingi Petersen, B68 (Atli Gregersen, Randers Freja, 85.), Vagnur Mohr Mortensen, HB, Jón Rói Jacobsen, HB, Brynjolvur Nielsen, NSÍ Hjalgrím Elttør, KÍ, Niels Joensen, B36, Símun Joensen, liðformaður, KÍ, Bergur Djurhuus, NSÍ Fróði Jóanesarson, NSÍ, Bjarni Jørgensen, HB (Ragnar Poulsen, B36, 70.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Karstin Joensen, KÍ, Áki L. Hansen, NSÍ, Atli Danielsen, KÍ, Elfinn Ørvarodd, FS Vágar og Bárður Christiansen, HB. Metið nógv at siga Allan Mørkøre er bæði errin og fegin um, at hann nú eigur landsliðsmetið, men um dystin móti Sveis helt hann, at var heldur einsamallur í síðuni Tann føroyski leikarin, sum tóktist at hava størstu trupulleikarnar í føroyska verjupartinum leygardagin, mundi vera Allan Mørkøre. Allan fyrra hálvleik lá hann at kalla einsamallur í okkara høgra borði, meðan sveisararnir høvdu tveir mans í somu síðu, og hetta viðførdi sjálvsagt, at hann í nógvum førum kom í tvístøðu. Miðjan sveik Spurdur um hetta svaraði Allan, at hann kendi seg eisini rættiliga einsamallan har úti. Ætlanin var, at eg skuldi liggja aftan fyri miðvøllin, meðan Sámal, John, Julian og ØSsur skuldi vera á miðjuni. Hetta merkti so eisini, at eg skuldi taka nr. 8 hjá teimum, meðan miðvøllurin so skuldi taka teirra vinstra bakk, tá hann kom niðaneftir. Trupulleikin við hesum vóru tó tvinnir. maðurin, sum eg skuldi dekka dróg í fleiri førum inn móti miðvøllinum, og tí noyddist eg at fylgja við, og hetta gav rúm til bakkin. Tá so eingin á miðvøllinum tók sær av honum, tá hann kom niðaneftir, so mátti eg antin sleppa mínum manni, ella lata bakkin ganga leysan. Í seinna hálvleiki kundi tað sum so gera tað sama, tí tá noyddist eg eisini at draga inn í miðverjuna, so eg kundi fylla eitt sindur upp har inni. Tað viðførdi so eisini, at bakkurin hjá teimum kundi gera sum honum lysti, tá hann kom niðaneftir. Nakað annað er eisini, at verjan eftir mínum tykki lá ov langt afturi á vøllinum. Høvdu vit bara komið einar 10 metrar longur niðan á vøllin, høvdu vit kunna gjørt tað nógv truplari hjá sveisarunum at spæla. Metið nógv at siga Dysturin móti Sveis var annars dystur nummar 52 hjá Allani í landsliðsbúnanum, og tað er føroyskt met. Spurdur hvussu nógvar dystir afturat, vit fáa frá hansara síðu, er hann eitt sindur ivasamari nú, enn hann áður hevur verið. Eg havi fyrr sagt, at tá eg verði 30 ár, so steðgi eg á landsliðnum. Nú verði eg 29 í vetur, og so er bara eitt ár eftir, um tað skal vera galdandi. Eg sigi tó framvegis, at um eg ikki eri nóg góður, tá eg eri 30, so steðgi eg, men klára eg framvegis at fylgja við til ta tíð, so spæli eg so leingi, sum eg sjálvur haldi, at eg megni at vera við. Klári eg so kanska at nærkast teimum 70 dystunum, verður tað helst eitt met, sum kemur at standa í langa tíð. Sostatt er líkt til, at hetta við dystartalinum veruliga er nakað, sum hevur týdning hjá leikarunum, og Allan váttar eisini, at so er. Tað hevur øgiliga nógv at siga. At hava eitt met er altíð nakað serligt, og teir dystirnar, sum eg spæli í framtíðini seti eg met hvørja ferð, og tað eri eg sjálvandi fegin um. Fullu ov langt aftur Landsliðsvenjarin helt eftir dystin, at føroyska liðið lat seg trýsta alt ov langt aftur á vøllin, eftir at dreymabyrjanin varð fingin til høldar Ein tann størsti spurningurin undan dystinum móti Sveis var, um Allan Simonsen fór at hava ein ella tveir mans á toppinum. Endaliga støðan gjørdist, at talan bert var um ein áleypara, og fleiri eru av teirra áskoðan, at hetta var skeivt. Sjálvur helt venjarin tó ikki, at talan her var um eina skeiva avgerð, og orsøkirnar til avgerðina vóru eisini fleiri. Vit hava jú áður spælt við bæði einum og tveimum áleyparum, og hvønn møguleika man velur, vil so sjálvandi verða mett um til hvønn einstakan dyst. Í hesum føri roknaðu vit fyri vist, at teir fóru at spæla við tveimum ella nærum trimum áleyparum, og tað gjørdu teir eisini, tí Sesa, sum spældi høgru megin á miðvøllinum, var sera framrættaður. Tað gjørdi so, at vit høvdu tørv á einum eyka verjuleikara, ella verjukendum miðvallara, og har valdi eg so at geva Johan møguleikan. Eg haldi eisini, at hann hevði uppiborið møguleikan, samstundis sum eg eisini fegin vildi síggja hann í hesum leiklutinum. Harumframt høvdu vit eisini sæð dystin millum Russland og Sveis, har Russland stóð sera væl við einum áleypara, tí teir tá fingu fult tamarhald á miðvøllinum. Í so máta hevur venjarin rætt í, at føroyska liðið á pappírinum gjørdist sterkari á miðvøllinum. Trupulleikin var tó, at tað ongantíð eydnaðist okkara monnum at fáa nyttu úr yvirtalinum. Triðja orsøkin var so, at Todi ikki var tøkur, og at hetta sjálvandi viðførdi, at álop okkara ikki var so sterkt, sum tað onkran dyst hevur verið. Fullu ov langt aftur Allan Simonsen vísti tó á, at tað, at hann hevði valt at spæla við einum áleypara, als ikki merkti, at føroyska liðið skuldi leggja seg so langt aftur á vøllin, sum teir gjørdu. Ætlanin var, at vit skuldu spæla okkara spæl á miðvøllinum, haðani Julian so skuldi royna at gera nakrar av sínum longu renningum niðan í álopið. At byrja við riggar hetta eisini, og vit fáa jú eisini eina dreymabyrjan, tá John skorar. Tað sum tá hendi varð, at vit løgdu okkum alt ov langt aftur á vøllin, soleiðis at vit ikki fingu spælt bóltin niðan. Tað merkti eisini, at vit als ikki komu niðan at pressa teirra miðvallarleikarar, og tað verður tú eisini revsaður fyri. Tað hevur eisini nakað at gera við tað, sum fyriferst í høvdunum á leikarunum, tí frá teirri løtu, at vit koma á odda, verður bert hugsað um verjuspæl. At talan var um ein kollektivan niðurtúr, var venjarin eisini partvíst samdur í. Tað er kanska eitt sindur ringt at siga, men tað var eins og spælararnir ikki vóru nóg fokuseraðir til uppgávuna. Tá tú gert trý brotsspørk í einum dysti, er okkurt heilt galið, og eisini tá teir fáa fyrsta málið sova vit í verjuni. Tú kanst jú sammeta hetta við dystin móti Slovenia, har allir mans stríddust saman í 90 minuttir. Tað hendi ikki hesu ferð, og tað hongur kanska eisini saman við, at nakrir av leikarunum tykjast heldur slitnir, eftir eitt langt og strævið kappingarár. Gongdin er positiv Eitt, sum eisini tóktist merkisvert, var, at føroyingar at kalla dekkaðu mann til mann um allan vøllin. Eitt nú hevði Allan Mørkøre stórar trupulleikar í síðuni, tí hann alla tíðina varð drigin inn í vøllin av mótstøðumanninum. Nakað sum viðførdi stór hol í verjupartinum. Til hetta segði Allan Simonsen, at uppleggið til dystin, var, at Allan og Sámal skuldu verja fyri í høgra borðið. Sum so var eg líka glaður um, hvør tók bakkin, tá hann so kom framvið, bara hann varð tikin. Móti russum kom bakkurin hjá teimum sjáldan framvið, og tí ætlaði eg eisini, at so leingi hann ikki kom, skuldi Allan eisini hjálpa til inni á miðvøllinum. Talan er sostatt um sama trupulleika, sum eg nevndi áður, tí vit fingu ongantíð fatur á teirra miðvallaranum. Tað er bara soleiðis hjá okkum, at vit ikki hava ráð til, at onkrir spælarar ikki spæla upp til sítt besta. Skulu vit hava góð úrslit, er altíð neyðugt at allir mans eru 100% til reiðar, og tað vóru teir so ikki hesu ferð. Seinasta dømið um hetta er helst dysturin móti Jugoslavia, sum vit spældu á heimavølli. Tá vóru vit illa skipaðir, og vit taptu eisini stórt. Eg eri tó sannførdur um, at positiva gongdin, sum vit hava hildið seinnu árini, framvegis stendur við. Av og á fáa vit okkurt bakkast, men samanumtikið er talan um eina positiva gongd. Tað skerst tó ikki burtur, at talan er um ein keðiligan enda á kappingarárinum, men tað skal eisini leggjast afturat, at sum dysturin leygardagin lagaði seg, eri eg fegin um, at vit ikki skulu til Jugoslavia at spæla mikudagin. Lat meg bara siga at enda, at hóast hetta, so hava vit ikki á nakran hátt mist trúnna á egna mátt okkara. Vit vita, hvørjum vit standa fyri, men av og á koma onkur bakkøst, og soleiðis vil tað altíð vera, segði Allan Simonsen at enda. Hagtøl, Føroyar-Sveis Sveis-Føroyar 5-1 (4-1) Leiktur á Stadion Hardturm, Zürich Leygardagin 7. oktober kl. 17.30 Longda vetrarfrí Jens Kristian Hansen gleddi seg undan dystinum um, at hann nú kundi fáa nakað av hvíld, men henda gjørdist drúgvari enn ætlað Tá vit eftir venjingina hóskvøldið tosaðu við føroyska liðskiparan, hevði hann stak góðar vónir til dystin. Tað var tó eisini sjónligt, at hann samstundis gleddi seg til at fáa nakað av hvíld, nú hann í 18 mánaðir út í eitt hevur stríðst við fótbóltin. Tað var tó neyvan í hansara tonkum, at hann leygardagin skuldi fáa frí ein hálvleik ov tíðliga, men tá dómarin vísti honum ostaskorpuna, var kappingarár hansara av á hesum sinni. Seinna hálvleik noyddist hann sostatt at síggja frá áskoðaraplássinum, har hann saman við restini av 12. manni royndi at stuðla upp undir teir tíggju, sum eftir vóru á vøllinum. Ja, nú gjørdist ferian heldur longri enn ætlað, men har var so einki at tosað um. Eg veit ikki akkurát, hvat eg hugsaði í hasi støðuni, men eg kundi so ikki funnið upp á at gjørt nakað so býtt við beráddum huga. Óvist við várinum Hvussu verður næstu ferð, kann eg so ikki sjálvur svara fyri, tí tá havi eg so undir øllum umstøðum leikbann, men eg rokni tó við, at avrikið verður betri. Dysturin í dag var ein ordiligur off-day hjá okkum, men vónandi verður tað so ikki galdandi til ta tíð. Hvussu verður við landsdystum fyri mítt viðkomandi komandi vár, dugi eg heldur ikki at siga. Tað er nakað sum Allan Simonsen má taka støðu til. Fyrsta ferðin er jú til Luksemburg og Russland, so eg kann væl spæla seinna dystin av hesum, men tað er so upp til venjaran, um hann tekur meg við í hópin. Eisini má hann gera av, hvørt eg skal við á venjingarleguna, sum helst verður í februar mánaði, men alt tað er so nakað, sum vit mugu finna út av til ta tíð. Glottar vóru at hóma Hóast føroyska liðið sum heild hevði ein sonevndan off-day, so vóru tó eisini onkrir glottar at hóma . Heildarmetingin verður tó sjálvandi samsvarandi úrslitinum, sum ikki var nóg gott hesa ferð Jákup Mikkelsen, Herfølge BK 16 dystir/0 mál Landsliðsmálverjin hevði stutt undan landsdystinum staðið ein branddyst fyri felag sítt, og hetta gjørdi hann eisini leygardagin. Einar tvær tríggjar av bjarginum hansara vóru í sonnum heimsklassa, og uttan hesar, kundi talan verið um eitt satt skrædl. Noyðist tó at taka sveisiska leiðslumálið á sín kappa, og hevði annars eisini í øðrum førum trupulleikar av høgum bóltum. Óli Johannesen, AGF 47/1 Hevði sum verjuskipari úr at gera í ótryggu føroysku verjuni, og tað var ofta, at hann sum seinasti verjuskansin fekk forða sveisarunum í at gerast heilt vandamiklir. Taldist so avgjørt millum teir betru á føroyska liðnum, men tað telur kortini frá, at hann sum verjuskipari ongantíð megnaði at flyta liðið longur niðan á vøllin. Hans Fróði Hansen, Sogndal 14/1 Leirvíkingurin telist vanliga millum tryggastu føroysku leikararnar, men hesu ferð hevði hann stórar trupulleikar gjøgnum so at siga allan dystin. Hevði sera ilt við at fylgja Türkyilmaz, og gjørdi serliga í byrjanini nógv fríspørk. Uppgávan gjørdist heldur ikki lættari av, at verjan ofta varð undirmannað, tá miðvøllurin slepti markeringunum, men sannførandi var avrikið ongantíð. Jens Kristian Hansen, B36 37/2 Eins og miðverjufelagin, Hans Fróði, hevði føroyski liðformaðurin stórar trupulleikar við at fylgja sínum manni, og longu undan útvísingini hevði hann fingið gult kort, tá Chapuisat rundaði hann uppi á miðjuni. Samanumtikið var talan so avgjørt ikki um ein dyst, sum liðskiparin fer at minnast fyri nakað positivt. Johan Byrial Hansen, OB 1/0 Eftir at hava sitið á beinkinum allan dystin móti Slovenia, slapp Johan hesu ferð rættiliga inn í landsliðshitan. Eftir eina heldur nervatyngda byrjan, har skeivu sendingarnar vóru heldur nógvar í talið, fall hann tó hampuliga væl til á liðnum, og av teimum trimum uppdekkarunum, var hann helst tann, sum kom best frá síni uppgávu. Fór tó eisini nakað niður, saman við restini av liðnum, men roknast skal tó ikki við, at hetta var einasti landsdystur hansara. Allan Mørkøre, HB 52/1 Hevði allan dystin alstórar trupulleikar í verjupartinum, har hann ferð eftir ferð varð yvirspældir, tá sveisararnir fingu skapt sær yirtalsstøður, tí markeringarnar ikki vóru nóg góðar á miðvøllinum. At hann soleiðis varð svikin av miðvøllinum, hevði eisini við sær, at hann at kalla ongantíð fekk høvi at taka lut í álopspartinum, sum annars er sterkasta síða hansara. Fekk dystarmetið á landsliðnum leygardagin, men vónandi verða tað aðrir dystir í framtíðini, sum Allan fer at minnast betri enn hendan. Sámal Joensen, Leiftur 19/0 Hevur verið smáskaddur seinastu tíðina, og hetta sást eisini aftur í avrikinum. Kom at kalla ongantíð inn í vanliga leiklut sín sum uppruddari, og saman við liðfeløgunum á miðvøllinum, má hesin dystur avgjørt teljast millum teir keðiligu hjá gøtumanninum. Útskiftingin tóktist náttúrlig, tí um tað mundi tóktist ikki at vera nógv eftir í beinunum. John Petersen, Leiftur 28/3 Byrjaði dystin við buldur og brak, tá hann skelkaði heimaáskoðararnar við at leggja Føroyar á odda. Eftir málið var tað tó millum lítið og einki, sum sást til skálamannin. Tóktist darvaður av skaðanum, sum hann hevur drigist við seinastu tíðina, og megnaði ikki at útfylla vanliga leiklutin, har hann í stóran mun er aksilin á miðvøllinum, sum spælið snarar um. Julian Johnsson, Kongsvinger 36/1 Eins og vanligt, so rann Julian eina rúgvu av kilometrum, men hinvegin var tað merkiliga lítið, sum kom burtur úr renningini hesu ferð. Var í fleiri førum beinleiðis sløsutur við bóltinum, og átti hann sín lut í fyrsta og fjórða málinum hjá sveisarum. Skuldi ætlandi vera eitt slag av bylgjubrótara í álopspartinum hjá okkara monnum, men sæð burtur frá teimum fyrstu fimm ella tíggju minuttunum, slapp hann als ikki framat, tí hann saman við restina av liðnum lá ov aftarliga á vøllinum. Øssur Hansen, B68 41/2 So avgjørt størsta ljóspunktið í dystinum. Tær álopsroyndir, sum føroyingar høvdu, fóru so at siga allar ígjøgnum hansara megin, og hann má sigast at vera einasti føroyingur, sum hevði yvirtak mótvegis beinleiðis mótstøðumanni sínum. Hesin varð eisini skiftur út, seinni í dystinum, men eisini móti nýggja manninum setti Øssur sítt merki á dystin. Sum sagt var toftamaðurin størsti føroyski glottin, og tað var týðuligt, at honum hóvaði væl leiklutin í vinstru, har hann varð bakkaður upp av Johan. Uni Arge, ÍA 32/7 Var settur á eina sanna uriasuppgávu í álopinum, har hann at kalla allan dystin var púra einsamallur í vælvaksnu sveisisku verjuni. Hann royndi tó at stríðast av allari makt, men tað var tó sjónligt, at hugurin minkaði, so hvørt sum dysturin tók at halla. Átti sín lut í føroyska málinum, og kundi við eitt sindur av neyvleika havt pyntað um úrslitið móti endanum. Yvirhøvur er tað tó torført at meta um avrik hansara, tí satt at siga fekk hann einki gjørt einsamallur. Rógvi Jacobsen, KÍ 5/0 Fekk eina hampuliga løtu á vøllinum, men megnaði ongantíð at seta nakran dám á dystin. Tað ráddi tá bert um hjá føroyska liðnum at halda tapinum niðri, so nakað veruligt fótbóltsspæl gjørdist ongantíð talan um, og tí er grundarlagið fyri einari meting av avrikið hansara ov tunt. Jóhannis Joensen, HB 8/0 Kom eins og Rógvi inn á vøllin í seinna hálvleiki, men eisini í hesum føri tykist grundarlagið fyri einari meting at vera ov tunt. Tað er strevið at vera pinkutjóð Í Fótbóltssambandinum kendu teir seg fríggjadagi noyddar at brúka svenska UEFA formannin, áðrenn tað var komið upp á pláss, at ferðin til Jugoslavia verður í august Tað verður ofta tikið til, at tað er strevið at teljast ímillum teir smáu eisini í altjóða fótbóltsfamiljuni. Hetta hevur ferð eftir ferð verið sjón fyri søgn, og aftur í síðstu viku var tað rosøk hjá FSF at halda, at tað ofta er lættari at fáa viðurskiftini upp á pláss hjá teimum stóru, enn tað er hjá teimum smáu. Seinnapartin fríggjadagin eftir at pappírsútgávan av Sosialinum var farin til prentingar frættu vit og løgdu út á Internet útgávuna, at avgerð varð tikin um, at útsetti dysturin ímóti Jugoslavia skal spælast í Beograd 15. august komandi ár. At avgerðin varð tikin fríggjadagin kom ikki av sær sjálvum. FSF noyddist at leggja nógva orku og tíð í, áðrenn hetta var komið upp á pláss. Leyst og liðugt hjá russarunum Uppgávan hjá FIFA í hesum sambandinum var at gera av, nær dysturin, sum Russland skuldi havt spælt í Jugoslavia leygardagin, og dysturin, sum Føroyar skuldu havt spælt í Jugoslavia í morgin, skulu spælast. FSF setti seg mánadagin í samband við FIFA. Tá fekst at vita, at tað vóru tríggir møguligir dystardagar. Ein var 15. november í ár, ein var 15. februar komandi ár, og ein var 25. apríl komandi ár. Vit søgdu teimum í FIFA, at hjá okkum var 25. apríl tann besti dystardagurin, og at tað fór at koma illa við, um dysturin skuldi spælast í november ella í februar. Tað tóktist liggja í luftini, at tað fór at bera til at spæla flaggdagin, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sum í síðstu viku brúkti nógva tíð upp á henda spurningin. Tað var ikki fyrrenn Ivan Eginsson hann býr nú í Føroyum, men hevur fyrr arbeitt sum altjóða fótbóltstíðindamaður á størsta dagliga ítróttarblaðnum í Russlandi segði Sosialinum og FSF, at ein annar møguleiki var 15. august, at hesin dagurin yvirhøvur kom upp á tal. Tá eg tosaði við FIFA týsdagin, skilti eg, at nú hevði Koloskov, sum er formaður í russiska fótbóltssambandinum og fyrrverandi næstformaður í FIFA, verið uppi í leikinum. Hann hevði greitt frá, at tað fór ikki at bera til hjá russarum at spæla nakran annan dag enn 15. august. So var tað avgjørt, og so var takið hjá okkum at finna ein annan dystardag, sigur Ísak Mikladal. Lennart noyddist at hjálpa til Í FSF vildu teir ógvuliga fegnir hava avgreitt undan dystinum í Sveis leygardagin, nær dysturin í Jugoslavia skuldi spælast. Teir vildu ikki koma í ta støðu, at spælararnir sunnudagin fóru í hvør sítt herðashorn, meðan teir hildu seg vera farnar í vetrarfrí, og at FSF kanska í hesi vikuni skuldi senda boð eftir teimum aftur, tí teir skuldu fyrireika seg til landsdyst í Jugoslavia 15. november. Vit boðaðu FIFA frá, at vit ynsktu, at dysturin varð spældur í august, og í síðstu viku royndu vit fleiri ferðir at streingja á teir, men taø tóktist ganga striltið, sigur Ísak Mikladal. Á middegi fríggjadagin var eingin avgerð tikin, og so metti Ísak Mikladal at tað var neyðugt at brúka sambandið, ið ivaleyst hevði størri møguleikar at trýsta eina avgerð ígjøgnum enn FSF. Formannin í europeisku fótbóltssamgonguni, svian Lennart Johansson, hevur FSF havt gott samband við øll árini, Føroyar hava verið við í altjóða fótbólti. Torleif Sigurðsson telist millum teir av núverandi fótbóltsformonnunum í Europa, sum hava sitið longst, og hann hevur havt nógv samskifti við UEFA formannin. Lennart er formaður í nevndini hjá FIFA, sum hevur við HM kappingina í Japan og Suðurkorea at gera. Seinnapartin fríggjadagin ringdi eg til hansara. Hann var akkurát komin til Gøteborg, har hann leygardagin skuldi síggja dystin ímillum Svøríki og Turkaland. Eg greiddi honum frá, hvussu landið hjá okkum lá. Tað tóktist hjálpa, tí klokkan 16.30 henda sama dagin var tað komið upp á pláss, at dysturin í Jugoslavia verður spældur 15. august komandi ár, og tað líkar okkum sera væl, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum. Rógvi aftur til Føroya Sogndal vil síggja klaksvíkingin í venjingardysti eftir ársskiftið, áðrenn støða verður tikin til, um teir fara at bjóða Rógva sáttmála ella ikki Rógvi Jacobsen verður ikki liðfelagi við teir tríggjar føroyingarnar í Sogndal í hesum umfarinum. Tað gjørdist greitt, áðrenn føroyska ferðalagið í Sogndal fór til Zürich. Sambært heimasíðuna hjá Sogndal IL fekk Rógvi Jacobsen at vita frá leiðsluni í felagnum, sum hann vitjaði í eina stóra viku, at teir høvdu gjørt av ikki at bjóða honum sáttmála í hesum umfarinum. Vit hava boðað Rógva Jacobsen frá, at vit framvegis umhugsa at knýta hann afturat okkara felagi. Men vit fara ikki at taka nakra avgerð hesum viðvíkjandi, fyrrenn eina ferð eftir ársskiftið. Vit vilja hava Rógva yvir aftur higar í februar. Tá ætla vit, at hann skal spæla við í onkrum venjingardysti, og so fara vit at taka endaligu avgerðina, um vit skulu bjóða honum sáttmála ella ikki, verður sagt á heimasíðuni. Framvegis óvist Tað er framvegis ikki greitt, um Sogndal IL komandi kappingarár framvegis fer at spæla í næstbestu deildini, ella um teir fara at flyta upp í bestu deildina. Tvey tey næstu vikuskiftini verða tvey tey síðstu umførini í næstbestu deildini á skránni. Um Sogndal fær eitt stig burturúr ella meiri enn tað, so eiga teir rættin til uppflytingarumfar ímóti triði lægsta felagnum í bestu deildini tippuliguni. Sjálvandi er keyp og søla av spælarum hjá Sogndal undan komandi kappingarári treytað av, um liðið fer at spæla í bestu ella næstbestu deildini. Tríggir føroyskir landsliðsspælarar hava sáttmála við Sogndal. Teir eru Julian Johnsson, Hans Fróði Hansen og Kurt Mørkøre. Teir vóru allir í landsliðsferðalagnum í Sveis. Rógvi Jacobsen , sum er 21 ára gamal, spældi síðstu løtuna við í Sveis. Hetta var fimta ferðin, at hann slapp at royna seg í landsdysti. Allar fimm ferðirnar er Rógvi skiftur inn. Pól er noyddur at bíða uppaftur longri Jens Kristian Hansen er sjeyndi landsliðsspælarin, sum hevur fingið reyða kortið, og tað er sera rár hending, at tað í einum og sama dysti er neyðugt at skifta liðformann tvær ferðir Tað tykist koma alt oftari fyri, at føroyskir landsliðsspælarar verða riknir av vøllinum. Ivaleyst kunnu vit meta fyri og ímóti, um tað er tí at føroyingarnir eru vornir meiri óstortligir á vøllinum, ella um tað eru reglurnar og dómararnir, sum eru vorðin meiri erkvisin. Men undir øllum umstøðum er tað ein veruleiki, at tað er vorðið alt styttri ímillum reyðu kortini. Jens Kristian Hansen sá reytt í síðsta minuttinum undan kærkomnu hvíldini í Zürich. Liðformaðurin var sjeyndi landsliðsspælarin, sum sá reytt. Hinir eru Allan Mørkøre (ímóti Norðurírlandi 11. oktober 1991), Tummas Eli Hansen (ímóti Finnlandi 16. november 1994), Jan Dam (ímóti Malta 8. juni 1997), Jens Martin Knudsen (ímóti Estlandi 4. juni í 1998, John Petersen (ímóti Íslandi 18. august í 1999), og Pól Thorsteinsson (ímóti Kekkia 9. oktober 1999). Tað er ikki nakað hugaligt met, men tað er ein veruleiki, at Tummas Eli og Jens Kristian Hansen eru fyrstu brøðurnir, sum báðir hava roynt at verið riknir av vøllinum í altjóða skrásettum landsdysti fyri Føroyar! Pól má bíða Í síðsta dystinum í fjør tað var niðri í Kekkia fekk Pól Thorsteinsson reytt kort, tí dómarin metti, at hann hevði hevnt seg inn á Patrick Berger. Kekkin fekk leikbann í tveimum dystum, og Pól Thorsteinsson varð settur í skammikrók í tríggjar HM undankappingardystir. Sambært skránni skuldi Pól Thorsteinsson verið leysur av leikbanninum, tá dysturin í Beograd hevði verið liðugt leiktur í annaðkvøld. Nú verður eingin dystur í Jugoslavia í annaðkvøld. Tað vil við øðrum orðum siga, at Pól Thorsteinsson sleppur ikki upp í part, tá landsliðið 24. mars fer at spæla undankappingardyst í Luksemburg. 28. mars er undankappingardystur á skránni í Moskva, og tá verður Pól Thorsteinsson tøkur. Leikbannið hjá Jens Kristiani Hansen verður neyvan so langt, sum tað hjá Póli Thorsteisson hevur verið. Ivaleyst verður liðformaðurin bara leikbannaður í Luksemburg. Verður okkara meting veruleiki, og um Allan Simonsen ynskir at hava bæði Pól og Jens Kristian við sær til Moskva, so ber tað við sær, at hann fer at hava tjúgu spælarar við niður til Luksemburg. Ella verður neyðugt at senda tveir til hús úr Luksemburg. Tríggir liðformenn Tað er fleiri ferðir komið fyri, at tað hevur verið neyðugt at skifta liðformann, tí tann við armbindinum hevur verið skiftur út. Leygardagin kom tað fyri aðru ferð fyri, at liðformaðurin varð rikin av vøllinum, og at tað tískil var neyðugt við nýggjum liðformanni. Fyrra ferðin var 8. juni í 1997, tá Føroyar á Svangaskarði vunnu 2-1 á Malta. Ta ferðina var Jan Dam liðformaður. Tveir minuttir eftir steðgin metti dómarin, at Jan gjørdi brotsspark. Hann var í tí sambandinum rikin av vøllinum, og Jens Martin Knudsen gjørdist liðformaður. At eitt landslið hevur tríggjar liðformenn í einum dysti kemur sera sjáldan fyri. Tað er ongantíð komið fyri á føroyska liðnum fyrrenn leygardagin, og í altjóða fótbóltssøguni eru dømini sera fá um hetta. Tá Jens Kristian Hansen leygardagin varð rikin av vølli fekk John Petersen bindið hjá liðformanninum. Hetta var fyrsta ferðin, at John var liðformaður, og heiðurin var ikki serliga drúgvur. Í 63. minutti varð John Petersen skiftur út, og so fekk Uni Arge bindið hjá liðformanninum. Hetta var eisini fyrsta ferðin, at Uni var liðformaður. Jens Kristian Hansen hevur verið liðformaður síðani 19. august í 1998, tá Føroyar taptu 1-0 niðri í Bosnia. Jens Kristianvar skaddur í heimadystunum í juni í fjør. Teir vóru ímóti Skotlandi og Bosnia. Hin fyrri endaði 1-1 og hin seinni 2-2. Todi Jónsson var liðformaður báðar ferðirnar. Hjarta var við Føroyum Millum teirra, sum saman við 12. manni riggaðu til, tá farast skuldi til landsdystin, var í øllum førum ein, sum var eitt sindur í tvístøðu um, hvørjum liði hann skuldi halda við Talan er um 22 ára gamla sveisaran, Jan Siegwalt, sum í nógv ár hevur havt sera stóran áhuga í Føroyum. Ja, somikið stórur er áhugin, at hann hevur lært seg málið, og hetta var fyrst og fremst orsøkin til, at nú var saman við 12. manni. Júst nær eg fór at hava serligan áhuga fyri Føroyum, dugi eg ikki at siga við vissu, sigur Jan, tá vit spyrja hann, hvussu tað ber til, at hann soleiðis hevur lagt als á oyggjar okkara. Eg hevði sera stóran áhuga fyri fløggum, og var tað tá, at eg av fyrstan tíð legði merki til Føroyar. Hesin áhugin er ikki vorðin minni við árunum. Fótbólt dámar mær eisini væl at hyggja at, so a eg skuldi ogna mær eitt føroyskt flagg, fekk eg fatur á tykkara 12. manni, og soleðis kom sambandið í lag okkara millum. Jan lesur annars búskaparfrøði á universitetinum í heimbýi sínum, Lüzern, men hetta er so ikki tað einasta, sum ber til at lesa á staðnum. Errin greiðir hann frá, at tað nú eisini er gjørligt at lesa føroyskt. Nakað sum er komið í lag fyri stuttum, eftir at tað annars bert hevur verið eitt samlað skeið fyri norðurlendskt. Víðari sigur hann, at nú hann er saman við 12. manni, hevur hann endiliga fingið møguleikan at hoyra føroyskt. Nakað sum ikki er gjørligt umvegis orðabólina. Eg havi millum lítið og einki hoyrt av føroyskum máli, og tí er hetta eitt kærkomið høvið hjá mær til tess. Eg havi annars havt samband við eina gentu úr Vestmanna umvegis alnetið, men tað hevur so verið tað heila, segði Jan, sum ongantíð sjálvur hevur verið í Føroyum. Eg ætli mær tó at koma onkuntíð, og møguliga verður hetta komandi ár, tá Sveis skal til Føroyar at spæla. Hjálpti til At Jan er fegin um hendan møguleikan, sum hann nú hevur fingið, tykist heldur ikki at vera nakar ivi um. Sum nevnt, so hevur hann áður havt samband við 12. mann, tá eitt flagg skuldi keypast, og nú áskoðararnir eru komnir til land hansara, hevur hann eisini gjørt nógv burturúr, soleiðis at teir skulu kenna seg væl. Fríggjadagin var hann sostatt ferðaleiðari hjá føroyingunum, tá hesir fóru heimbý hansara, Lüzern, og eisini skipaði hann fyri eini ferð upp á eitt stórt fjall nærhendis býnum. Takksemið frá 12. manni var eisini stórt, og Regin Egholm, formaður, vísti á, at tá men fekk slíka hjálp, lætti tað øgiliga væl um, tá ferðirnar skuldu fyriskipast. Regin vísti tó eisini á, at tað er úr fleiri londum, at áhugi er fyri Føroyum, og hann var so als ikki var í iva um, at fótbótslandsliðið var eitt hitt besta umboðið, sum føroyska tjóðin kann hugsa sær. Sum tað eisini sæst á myndunum, so riggaðu føroysku áskoðararnir seg rættiliga til leygardagin. Teir høvdu funnið sær eitt slag av miðdepli á eini enskari pub í býnum, og eigarin her var somikið bliður, at lata upp tíðliga leygardagin, so føroyingarnir sluppu inn. Máling, fløgg og líknandi varð síðani riggað til, og tað er einki at taka seg aftur í, at rómurin var góður, tá teir við trummunum á odda settu kós móti Stadion Hardturm, har dysturin varð leiktur. Jan var eisini við í hesum, men sum sæst á andlitsmálingini, so var hann tó eitt sindur í iva um, hvørjum hann skuldi halda við. Spurdur um hetta svaraði hann, at hann ikki kundi siga við vissu, hvar hjartað lág. Eg vóni tó, at talan verður um rætta vinnaran, og at í øllum førum eitt av liðunum fer at megna at spæla seg fram til endaspælið í Japan og Korea. Sinniliga undirskotið er størsti bágin Frágreiðingin, sum hevur verið brúkt um stórtapini seint á árinum seinnapartin av níti árunum, kann bara lutvíst brúkast Tað skerst illa, tá fótbóltslandsliðið roynir seg seint á heystinum. Hetta er ein útsøgn, sum leygardagin aftur fekk eina skorðu undir seg. Men frágreiðingin, sum hevur verið brúkt um tapini seint á árinum, kann bara lutvíst brúkast longur, og tað er ivasamt, hvussu nógv er í henni. Tað er rætt, at summir spælarar hava lílta dystarvenjing, men tað er bara ein partur av frágreiðigini. Hin parturin og tað er uttan iva tann týdnigarmesti er, at tað framvegis er alt avgerandi, hvussu spælararnir eru tunaðir inn á einstøku uppgávuna. Síðani Allan Simonsen í 1994 gjørdist venjari, hava føroyingar fleiri ferðir lagt rygg til stór tap á útivølli seint á árinum. 12. oktober í 1994 vann Skotland 5- 1 á Hampden Park í Glasgow og 16. november sama árið vann Finnland 5-0 í Helsingfors. Føroysku spælararnir hava onga dystarvenjing so seint á árinum, og teir eru sinniliga farnir í vetrarfrí fyri langari tíð síðani, varð frágreiðingin. Í 1995 var sama skilið niðri á Kreta. Grikkaland vann 5-0, øll málini vórðu skorað seinasta hálva tíman, og tí var upplagt at brúka somu frágreiðingina sum árið frammanundan. Í 1996 varð síðsti dysturin taptur 3-0. Tað var 23. oktober í Slovakia. Úrslitið var ikki hildið at vera púra burturvið. Henda metingin komst av, at landsliðið 6. oktober á Svangaskarði hevði tapt 8-1 ímoti Jugoslavia. Ta ferðina var tosið um dystarvenjing og sinniligt undirskot brúkt. Eftir tapið í Zürich er upplagt at sammeta avrikið við henda dystin ímóti Jugoslavia og við tann í Estlandi 4. juni í 1998. 5-0 tapið ta ferðina er tað størsta tey seinastu árini. Seinasti dysturin í 1997 var eitt undantak frá tí omanfyri nevnda. 11. oktober var landsliðið í Gijón í Spania, og úrslitið var 3-1 til heimaliðið. Føroyska liðið átti stóran heiður av tí avrikinum. Spælararnir vistu, at teir stríddust ímóti einum stórveldi, teir góvu seg meiri enn eitt hundrað prosent, og tað sást aftur í avrikinum og úrslitinum. Í 1998 endaði landsliðsárið við ferð til Litava og Skotland. Dystirnir vórðu spældir ávikavíst 10. og 14. oktober. Úrslitið í Litava var 0-0, og í Skotlandi var heimaliðið heppið at vinna 2-1. Talan var sostatt um tvey frágera góð úrslit hjá føroyska liðnum. Men hagtølini siga ikki allan sannleikan um dystirnar. Leygardagin var trýstið á føroyska málið sera stórt, og Sveis fekk í 1. hálvleiki fýra mál. Tá føroyingar fyri tveimum árum síðani vóru í Litava, var sjónvarpið við. Tíverri var einki samband til Føroya fyrra partin av 1. hálvleiki. Men tey, sum vóru við á ferðini, og tey, sum hoyrdu frásøgnina í útvarpinum, munnu minnast, at trýstið á føroyska málið fyrstu løtuna ta ferðina var sera stórt. Litavar høvdu fleiri upplagdar møguleikar at gera mál. Teir fingu einki mál, tí teir vóru ikki nóg neyvir, og tí at Jákup Mikkelsen vardi málið heilt framúr væl. Høvdu teir havt skorað tvey ella trý mál hesa løtuna, hevði verið upplagt at brúkt frágreiðingina um lítla dystarvenjing. Hava ikki vetrarfrí Í fjør endaði landsliðsárið í Prag. Kekkia vann 9. oktober 2-0. Føroyska avrikið var fínt, og eingin tosaði um, at spælararnir sinniliga vóru farnir í vetrarfrí. Leygardagin vóru vit vitni til, at landsliðsárið endaði við lítið hugaligum stórtapi. Tað tóktist, sum um nógvir spælarar vóru sinniliga farnir í vetrarfrí. Men tað er vert at leggja til merkis, at ein størri partur av liðnum enn nakrantíð áður var ikki farin í vetrarfrí, tá síðsti dysturin var á skránni. Teir, sum hava verið í Íslandi í ár, hava ikki spælt í fleiri vikur. Leygardagin sást, at hetta er ein trupulleiki. Teir, sum spæla fótbólt í Noregi, eru ikki farnir í vetrarfrí. Komandi vikurnar skulu teir stríðast fyri at fáa fulla úrtøku burturúr langa kappingarárinum. Í Sveis tóktust teir vera móðir og slitnir. Tað var ein trupulleiki fyri landsliðið, og tað kann komandi vikurnar gerast ein trupulleiki fyri Sogndal . Hjá teimum tykist trupulleikin ikki vera, at kappingarárið er liðugt, men heldur at tað hevur verið ov langt. Tríggir spælarar úr superliguni vóru á vøllinum leygardagin. Teir skulu spæla ein lítlan mánað afturat, áðrenn teir fara í vetrarfrí. Avrikini hjá teimum leygardagin boðaðu ikki frá, at hetta verður nakar trupulleiki. Heimligu spælararnir eru farnir í vetrarfrí. Teir stóðu seg misjavnt í Sveis. Øssur verður sagdur at hava staðið seg serliga væl, men hann hevur ikk vant meiri ella minni enn hinir. Tí ber ikki til at gera nakra serliga niðurstøðu um trupulleikarnar, sum heimligu spælararnir hava seint á árinum. Mótstøðuliðið stóran týdning Úrtøkan er sjálvandi mest av øllum tengd at, hvørjum liði tað verður spælt ímóti. Ofta hevur verið tikið til, at bestu mánaðirnir til landsdystir hjá Føroyum eru juni, august og september. Ivaleyst eru hetta mánaðirnir, tá føroysku spælararnir eiga at vera best fyri, og hetta eru mánaðirnir, tá veðrið til fótbólt er best í Føroyum. Men hagtølini vísa ikki, at hetta eru mánaðirnir, tá tað hevur ligið best fyri. Í september eru higartil spældir 13 dystir, í august 10 og í juni 9. Føroyingar hava vunnið ein dyst í hvørjum av hesum trimum mánaðunum, og málmunurin hevur heldur ikki verið at reypa av. Í september er hann 6-45, í august 8-20 og í juni 5-22. Føroyingar hava spælt eina ferð í januar 0-1 ímóti Finnlandi í ár og eina ferð í mars 0-0 ímóti Andorra í fjør. Tann mánaðin, tá tað annars higartil hevur roynst frægast hjá landsliðnum, hevur verið apríl, tá tað ikki hevur havt møguleikar at vera á tidinum. Landsliðið hevur spælt sjey dystir í apríl. Fýra eru taptir, tríggir eru vunnir, og málmunurin er 6-12. Men so skal undirstrikast, at sigrarnir eru vunnir á Kanada, Malta og Liktinstein. Dysturin ímóti Sveis var tann 11. í oktober. Bara ein er vunnin (3-1 í San Marino í 1995), ein er endaður við javnleiki (0-0 í Litava í 1998), og tapið í Zürich var tað níggjunda oktober tapið. Samlaði málmunurin í hesum mánaðinum er 9-37. Hesa ferð vóru nógvir spælarar ov illa stillaðir inn á ella tunaðir inn á avbjóðingina. Sveis ljóðar ikki tað sama sum Spania í altjóða fótbólti. Møguleikin fyri stórtapið var ikki stórvegis størri, enn hann var, tá landsliðið í juni í 1998 var í Estlandi. Ta ferðina endaði tað illa, og soleiðis var tað aftur hesa ferð. 3rd Tórshavn International Hóast teir ikki fáa gjørt nakað við toppin, so hava føroysku telvararnir longu nú fingið sør nøkur stig í sterku talvkappingini 6/10 fór sera sterka talvkappingin 3rd Tórshavn International av barkastokki í Norðurlandahúsinum. Karmanir um kappingina eru sera góðir, og telvararnir, sum luttaka, eru væl nøgdir við umstøðurnar bæði stórmeistarar, altjóða meistarar og amatørarnir. Hetta sást eisini aftur í fyrsta umfari, har einki talv endaði javnt stríðsandin var í hásæti á øllum 15 borðunum. Soleiðis sum úrslitini lagaði seg, vóru eingi yvrraskilsir í fyrsta umfari uttan tað eina. 21 ára gamli havnarmaðurin Carl Eli Nolsøe Samuelsen vann á dananum og altjóða meistaranum Steffen Pedersen. Carl Eli tók øll av bóli, tá hann ruddiliga spældi mótstøðumannin út av borðinum. Steffen Pedersen er nýliga úttikin til danska landsliðið og hevur eisini fingið tann eina GM normin av trimum, til tess at ogna sær heitið, stórmeistari í talvi. Í toppinum vann unga stórtalentið úr Ukraine, Ponomariov, sera hegnisliga sítt talv við svarta fólkinum. Ukrainski unglingin var einans 13 ár tá hann gjørdist stórmeistari, og var hetta heimsmet tá. Hann verður roknaður sum eitt seriøst boð uppá ein komandi heimsmeistara. Somuleiðis vunnu eisini allir hinir favorittarnir síni talv, soleiðis at Carl Eli eftir fyrsta umfar lá á odda saman við hinum stórmeistarunum. Ongin annar føroyingur megnaði at fáa stig í fyrsta umfari. Í øðrum umfari var hólmgongan á 64 puntunum nærum líka kompromisleys sum í fyrsta umfari. Bert tvey talv endaði javnt, og bæði við føroyskari luttøku. Kollfirðingurin Torbjørn Thomsen helt javnt móti russaranum Bykhovsky, sum ikki er ein og hvør. Umframt at vera venjari hjá 16 ára gamla stjørnuskotinum í kappingini, Grischuk, hevur hann vant fleiri aðrar kendar telvarar. M.a. Anatoly Karpov, sum var heimsmeistari frá 1975 til 1985, tá ein ávísur Gary Kasparov koppaði honum. Føroyameistarin Flóvin Tór Næs telvaði eisini javnt móti Herlufi Hansen, báðir úr Havn. Flóvin hevði meir fólk á borðinum, men Herluf megnaði at fáa ævigt skák. Eisini eydnaðist John Rødgaard at basa 13 ára gamla talentinum Olaf Berg, sum tó gav holla mótstøðu. Hetjan í fyrsta umfari, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, mátti lúti fyri svianum Johan Eriksson, sum telvaði sannførandi og ikki gav føroyinginum nógvar vónir um annan sigurin á rað. Havnamaðurin Heini Danielsen, sum telvar aftur í Føroyum á fyrsta sinni í sjey ár, megnaði at halda javnt móti íslendinginum Jón Viktor Gunnarson. Hesin hevur akkurát 200 ratingstig meir enn Heini, sum also ikki lat seg ræða og spældi javnt upp ímóti sterka mótstøðumanninum. Einasta kvinnan í kappingini, Irina Krush, basti eisini einum føroyingi í dag. Tað var klaksvíkingurin Terji Petersen sum var við undirlutan, tá Irina við frúgv og róki rundan um kongin hjá Terja hótti við bæði einum og øðrum. Triða umfar 8/10 var eisini eitt sera spennandi umfar. Topptatalvið millum Baburin IRL og Ponomariov UKR endaði javnt, eftir eitt sera neyvt talv frá báðum pørtum. Ponomariov heldur á við hugtakandi sterkari og sikrari telving. Harafturímóti var 16 ára gamla stórtalentið úr Russlandi Grischuk náðileysur, og beindi fyri íslendinginum Hannis Stefansson, sum nýliga hevur kvalifisera seg til heimsmeistaraskapin hjá altjóða talvsambandinum FIDE. Hesin ungi russarin verður helst drúgvur at taka í longdini. Hann hevur fult stigatal. Eisini føroyavinurin, Stewart Conquest, megnaði at halda dampin uppi við triða sigrinum á rað. Tað var fyrrverandi telvarin fyri KT Tiger Hillarp-Persson, sum mátti leggja rygg til gentlimannin úr Onglandi. Heini Danielsen fekk aftur javnt móti sterkari mótstøðu. Hann leikti eitt gott talv móti Bykhovsky, sum tekur seg úr kappingini frá mánadegnum 11/10 eftir at hava fingið staðfest krabbamein. Sjúkan er somikið álvarslig, at viðgerin ikki kann bíða. Ein telvari í niðaru helvt fær sostatt fríumfar hvønn dag hereftir, og Terji Petersen KTF stendur fyrst fyri skotum. Føroyameistarin, Flóvin Tór Næs, vann sannførandi móti Torbjørn Thomsen, og hevur nú hálvtannað stig. John Arni Nilssen mátti lúta fyri Steffen Pedersen í einum endatalvi við finnu minni. Steffen er komin fyri seg aftur eftir tapið í fyrsta umfari móti Carl Eli N. Samuelsen. Hann hevur nú tvey stig, meðan John Arni hevur tað eina stigið. Olaf Berg vann heldur óvænta á Terja Petersen, sum hevur yvir 200 ratinstig meir enn unglingin. Sera gott úrslit hjá Olafi, sum annars kom við í síðstu løtu, men skuffandi fyri Terja, sum enn ikki er komin upp á stigatalvina. Eisini Martin Poulsen legði lítið í rating og styrkismeting, tá hann koppaði nýklækta landsliðstelvaranum Ólavi Simonsen, sum sostatt einki stig hveur fingið. Støðan í toppinum: Conquest ENG 3 stig Grischuk RUS 3 stig Ponomariov UKR 2,5 stig Baburin IRL 2,5 stig Pskhis ISR 2,5 stig Savchenko UKR 2,5 stig Hjá føroyingum er støðan í toppinum: Flóvin Tór Næs 1,5 stig John Arni Nilssen 1 stig John Rødgaard 1 stig Carl Eli Nolsøe Samuelsen 1 stig Olaf Berg 1 stig Martin Poulsen 1 stig Heini Danielsen 1 stig Kappingin heldur fram hvønn dag klokkan 13:00 í stóra salinum í Norðurlandahúsinum, og hava fólk hug at hyggja at, er bara at støkka inn á gólvið, tí talan er um ókeypis atgongd. Tað kendist heilt náttúrligt Uni Arge helt eftir dystin, at hann mundi vera ein góður liðskipari, tí einki mál kom meðan hann hevði hendan leiklutin Ofta verður tikið til, at áleyparar kanska eru í so málgræðir, tá teir eru inni í brotsteiginum. Uni Arge er helst einki undantak í so máta, men leygardagin var hann í einum nýggjum leikluti, tá hann átti næstseinasta fótin á bóltinum, tá John Petersen legði Føroyar á odda. Vit spurdu Una eftir dystin, hvørt hetta nú eisini var tilætlað. Nei, tað var tað helst ikki. Tað var soleiðis, at vit royndu fyrst einar tvær ferðir at skjóta á málið, og onkursvegna datt bólturin aftur til mín. Eg royndi so at smekka til, og tað var so heppið at hann fekk kós beint móti John, so mál spurdist burtur úr hóast alt. Seinni átti Uni eisini ein góðan møguleika, tá hann og Julian spældu seg ígjøgnum, men ta ferðina, varð skotið beint við síðuna av málinum. Sjálvur helt Uni annars um hetta, at hann misti bóltin av langt frá sær í temjingini, soleiðis at hann ikki fekk rættiligt skot á. Nýggjur liðformaður Tá John Petersen í seinna hálvleiki fór av vøllinum, slapp Uni Arge fyri fyrstu ferð at bera liðformansbindið á liðnum, og eftir dystin tóktist hann ikki at hava nakað ímóti hesum. Eg má bara siga, at tað kendist heilt náttúrligt at smoyggja bindið upp á armin, segði hann flennandi, tá vit spurdu hann um hetta, og so legði hann afturat. Eg vil siga tað, at eg stóð meg fyrimyndarliga væl sum liðformaður. Meðan eg var liðformaður, fór einki mál ígjøgnum hjá okkum, so eg haldi bara, at eg eisini bjóði meg fram næstu ferð. Nýtt samkomuhús í Kollafirði Samkomuhúsið Zion hjá Brøðrasasmkomuni í Kollafirði er í minna lagi, og nýggjur salur verður bygdur beint innan fyri skúlan Kollafirði: Brøðrasamkoman í Kollafirði er farin undir at byggja nýggjan sal, sum skal koma í staðin fyri Zion, sum er vorðið ov trongligt. Niðan við ánni beint innanvert skúlan í Kollafirði er grivið út og planerað fyri nýggjum bygningi. Tað er Brøðrasamkoman, sum byggir nýggjan sal, har ætlanin er at hava fleiri og fjølbroytari tiltøk, enn pláss er fyri í gamla Zion, sigur Bjarni Jøkladal í Kollafirði, sum er ein teirra, sum varðar av brøðrasamkomuni í Kollafirði. Bjarni Jøkladal sigur, at tey hava fyri fleiri árum síðan søkt um at sleppa at byggja nýggja sal har, sum nú verður bygt. Tá varð umsóknin ikki gingin á møti av bygdarráðnum, men samkoman fekk ávíst annað stað, har byggjast kundi. Tað staðið dámdi teimum sjálvum ikki, sigur Bjarni Jøkladal, so har varð líkasum einki burtur úr ta ferðina. Síðan høvdu tey í samkomuni ætlanir um at byggja gamla salin út. Men tað gekk heldur ikki. Hesaferð var tað tó ikki bygdarráðið, men Landsverkfrøðingurin, sum legði seg í buktina. Víst varð á, at húsið lá alt ov nær høvuðsvegnum til, at tað kundi verða givið loyvi til slíka almenna bygging. So varð søkt einaferð aftur um bygiloyvi á staðnum, har tey upprunaliga søktu. Og hesaferð bar til. Tey fingu loyvi. Grivið varð út seint í summar, og nú er um at vera liðugt planerað, sigur Bjarni Jøkladal. Hvussu víðari verður við byggingini nú beinanveg er hann ikki heilt vísur í, men væntar tó, at stoypingini verður fingin frá hondini rímiliga skjótt. Samkoman er lítil sigur hann, og ikki er ætlanin at taka lán til húsið. Tí verður arbeitt, sum fígging er til. Bjarni Jøkladal sigur, at tað verða helst fólk í samkomuni, sum sjálvboðin fara at gera arbeiðið. Tað er ikki tí, at samkoman í Kollafirði ikki fær verið inni í Zion til vanlig møti og tílíkt, at nýtt hús verður bygt nú. Men meira tí, at ætlanin er at fáa í gongd undómsarbeiði og annað frítíðar- og sosialt arbeiði, sigur Bjarni Jøkladal. Og teir møguleikarnir eru ikki í Zion. Men í nýggja húsinum verða góðir møguleikar í kjallaranum til slík tiltøk, eins og hølini kunnu brúkast til smærri møti og annað. Sum sagt verður arbeitt eftir førimuni, so endalig kostnaðar- og tíðarætlan er ikki ásett, sigur Bjarni Jøkladal frá Brøðrasamkomuni í Kollafirði. Annars er annað stórt útgravingarabeiði í grannalagnum. Beint oman fyri skúlan verður gjørt klárt at byggja ítróttarhøll. Tað kostar at gera upp við fortíðina 24 ára gomul kvinna av Skála, sum varð misnýtt av pápa sínum í næstan 10 ár, heldur, at incestoffur skulu hava meira stuðul og betri ráðgeving, tá tey velja at taka uppgerðina við burturtagdu fortíðina. Í februar mánaði í ár avdúkaði hon loynidómin, sum hon hevði borið, síðani hon var barn. Frá tí at hon var eini seks ára gomul, til hon var 15 ára gomul, misnýtti pápi hennara hana, og ikki fyrr enn í ár, nógv ár seinni, avdúkaði hon, hvat var farið fram í hennara barndómi. Men hóast hon valdi at taka uppgerðina við pápa sín, og at tað var eyðsýnt, at tað kravdi nógv av henni sálarliga, fekk hon ongantíð nakað tilboð um hjálp frá myndugleikunum. Eg saknaði góða vegleiðing, tá eg kom fram við míni søgu. Tað var eingin, sum rættiliga tók sær av mær og greiddi mær frá, hvat eg skuldi gera. Onkur, sum eg kendi, ráddi mær til at fara til ein psykolog í Føroyum, men tað fekk eg einki burtur úr, sigur 24 ára gamla kvinnan, sum er av Skála. Eg hevði brúk fyri onkrum, sum eg kundi venda mær til og tosa við. Eitt veruligt tilboð, sum kundi hjálpa mær ávegis, men hetta fann eg ongastaðni. Síðani hon flutti til Danmarkar fyri góðum trimum mánaðum síðani, hevur hon roynt at fingið sálarliga hjálp frá myndugleikunum, men her var eingin hjálpandi hond at heinta. Tað venda vit aftur til seinni. Misnýtt Fyri 18 árum síðani byrjaði tað, sum kom at seta týðulig spor á barndóminum og ungdómin hjá kvinnuni, og sum nú hevur noytt hana at byrja tilveruna næstan av nýggjum í útlegd í Danmark. Pápi mín byrjaði at mísnýta meg, tá eg var umleið seks ella sjey ár, og tað helt fram líka til eg var vorðin 15 ár, greiðir hon frá. Pápin var sjómaður og var tí nógv burtur heimanífrá, men tá hann kom heim millum túrarnar, visti hon, hvat var í væntu. Hvørja ferð hann var heima, gjørdi hann seg inn á meg. Tí var eg rættiliga nógv úti, tá hann var í landi. Eg helt meg heilt einfalt burtur frá heiminum, tí eg vildi ikki hitta hann einsamallan, men sjálvandi noyddist eg heim fyrr ella seinni, og so endaði tað javnan við, at hann aftur misnýtti meg. Eg visti alla tíðina, at tað, sum hann gjørdi við meg, var skeivt, men ein orsøk til, at eg lat tað ganga í so nógv ár var helst, at hann segði við meg, at um eg segði eitt orð við nakran um tað, so skuldi hann í fongsul í seks ár. Eg billaði mær inn, at eg var góð við hann og ikki vildi hava hann í fongsul. Segði tað fyri mammu síni Tá hon var 15 ára gomul, tók hon seg saman og greiddi mammu síni frá, at pápin hevði misnýtt hana í nógv ár. Eftir hetta gavst pápin við at gera seg inn á hana, men mamman fór ongantíð víðari við tí, sum hon visti, og tað var eitt stórt vónbrot fyri hana. Hon hevði væntað, at mamman fór at taka stig til eina rættiliga uppgerð við pápan, men tað kom ongantíð upp á tal. Hetta er eisini ein týðandi orsøk til, at kvinnan í dag einki samband vil hava við mammu sína. Stutt eftir hetta flutti hon heimanífrá og búsetti seg í Havn. Kvinnan sigur, at hon var merkt av misnýtsluni sum barn og ung. Longu sum 10 ára gamla kendi eg meg troytta av lívinum. Eg hevði tað ikki gott, og eg var nógv fyri meg sjálva. Men eg helt fram við at halda eina fasadu mótvegis familjuni og vinum. Hesa fasadu helt hon líka til í fjør, tá hon avgjørdi, at sannleikin skuldi fram, kosta hvat tað kosta vildi. Tók uppgerðina Hon hevði tosað nógv við sjeikin um tað, sum hon hevði verið ígjøgnum, og gjøgnum hesar samtalur gjørdist tað alsamt meira greitt fyri henni, at hon kundi ikki tiga misnýtsluna burtur restina av lívinum. Í oktober í fjør skrivaði eg mammu míni eitt bræv, har eg greiddi henni frá, at eg vildi einki hava við tey at gera longur. Eg mælti henni til at fara frá pápa mínum. Tveir mánaðir seinni vendi hon sær til ein almennan stovn í Føroyum fyri at vita, hvussu hon skuldi fyrihalda seg. Men har fekk hon onga hjálp, tí henni varð sagt, at tað nú var ov seint at gera nakað við brotverkið. Eg hevði tað sera illa aftaná hetta. Eg vildi ikki góðtaka, at tað var soleiðis, og tað endaði við, at eg í eini seinastu roynd vendi mær til sjálvan fútan. Eg greiddi honum frá míni støðu, og hann var ikki í iva um, at okkurt skuldi gerast við málið. Tveir tímar eftir at eg hevði tosað við hann, ringdi ein politistur til mín og bað meg koma til avhoyringar. Hetta var í januar í ár, og næstu tvær vikurnar kannaði løgreglan málið. Tá hesir 14 dagarnir vóru gingnir varð pápin handtikin og ákærdur. Nógv at hugsa um Ein mánaði skuldi ganga til rættarmálið kom fyri í Føroya Rætti, og hesin mánaðin kendist tungur at fara ígjøgnum. Eg hugsaði sera nógv um, hvussu rættarmálið fór at vera, hvat eg skuldi siga, og hvat eg fór at verða spurd um. Eg fekk so nógv at hugsa um, at eg gavst á HF, har eg byrjaði í august í fjør. Eg kláraði ikki at ganga í skúla, samstundis sum eg hevði alt hetta at hugsa um, sigur hon. Eftir at hon var farin til løgregluna, sleit hon alt sambandið við familju sína. Tann dagin, tá pápin varð handtikin av løgregluni, kom mamman at vitja hana í Havn, men kvinnan vildi einki hava við hana at gera og hevur heldur ikki tosað við mammu sína síðani. 13. mars í ár kom rættarmálið fyri í Føroya Rætti, og dagurin, tá kvinnan skuldi greiða rættinum frá tí, hon hevði verið ígjøgnum, var upprunnin. Tað var ikki so trupult, sum eg hevði stúrt fyri frammanundan. Eg varð avhoyrd í eina tíma, og verjin var ikki so ágangandi ímóti mær, sum eg hevði væntað, at hann fór at vera, heldur hon. Rættarmálið vardi ein dag, og pápin varð dømdur tvey ára fongulsrevsing. Hendan dómin situr hann nú. Tað var ein øðiligur lætti, tá dómurin varð sagdur, tí tá visti eg, at dómarin eisini trúði mær. Byrja av nýggjum Hóast hon tók uppgerðina við pápa sín, og rætturin dømdi hann í fongsul, er tað ikki lætt bara at liva víðari eftir slíka hending. Eg var fullgreið yvir, at eg mátti byrja av nýggjum, tí eg hevði mist alt sambandið við familjuna hjá mær. Eg avgjørdi at flyta til Danmark saman við sjeikinum, og vit hava verið her síðani juni, greiðir tann 24 ára gamla kvinnan frá. Hon eigur tvey børn, eina gentu og ein drong, sum júst er farin í skúla. Síðani hon flutti til Esbjerg, hevur hon roynt at fingið eina hjálpandi hond frá donsku myndugleikunum. Eg fór til læknan fyri at kanna, hvørjar møguleikar eg hevði. Hann helt, at eg átti at søkja Amtssjúkrahúsið í Esbjerg um sálarliga hjálp, og tað valdi eg at gera. Læknin hjálpti henni at søkja psykologideildina um sálarliga hjálp, men tá svarið kom síðst í síðsta mánaði, gjørdist tað til enn eitt stórt vónbrot, tí hon varð kveistrað til viks av teirru einu orsøk, at hon er føroyingur. Varð avvíst Psykologideildin á Amtssjúkrahúsinum svaraði, at hon kundi ikki veita føroysku kvinnuni hjálp, tí mett varð, at orkan hjá deildini kundi brúkast betri við at hjálpa øðrum fólkum. Grænseoverskridende adfærd synes at være temmelig almindeligt forekommende i dele af den færøske kultur, og det viser sig i behandlingsforløbet ofte vanskeligheder med kulturforskelle mellem patient og psykolog, segði leiðandi psykologurin á deildini í óvanliga orðaða brævinum, sum varð sent læknanum hjá kvinnuni. Eg gjørdist sera ill, tá eg fekk hetta brævið, tí fyri mær er hetta ein fullkomiliga órímilig grundgeving fyri ikki at geva mær hjálp. Læknin segði seg ikki hava sæð slík bræv áður, greiðir hon frá. Tað, sum eg havi brúk fyri, er onkur, sum eg kann venda mær til, tá eg havi brúk fyri at tosa eitt sindur. Tað skal vera onkur, sum kennir til kynsliga misnýtslu og sum kann hjálpa mær víðari. Tað kostar nógvar pengar at fara til privatan psykolog, men tá myndugleikarnir ikki kunnu hjálpa mær, verði eg noydd at klára meg sum frægast uttan serkøna hjálp, sigur hon. Útbúgving Hóast hon hevur verið ígjøgnum nógv, fyrst sum barn og ung, tá hon varð misnýtt, og síðani fyrr í ár, tá hon umsíðir tók uppgerðina við pápa sín, hevur hon ikki mist lívsmótið. Eg ivist onga løtu í, at tað var rætt at koma fram við sannleikanum, og eg vil ráða øðrum í líknandi støðu til at gera tað sama. Eg kundi bara ynskt, at tað var ein betri vegleiðing og størri stuðul til tey, sum ynskja at fara til løgregluna við slíkum málum. Eg havi mist sambandið við alla familjuna hjá mær, men tað var ein prísur, sum eg varð noydd at gjalda. Eg kundi ikki halda fasaduna longur, tí tað var óveruligt og ikki til at liva við. Nú ætlar kvinnan sær at fara á skúla, og í løtuni fær hon sær teldukoyrikort. Eg verði helst búgvandi í Esbjerg næstu árini. Eg ætli mær at royna at fáa eina útbúgving og annars at koma víðari við lívinum og leggja fortíðina aftur um meg, sigur hon. Sjeikurin hjá henni ætlar sær eisini á skúla, og familjan við teimum tveimum børnunum skal næstu árini royna at fáa gerandisdagin at rigga eftir eina krevjandi uppgerð við fortíðina. Veðrið Lágtrýstið yvir Onglandi stendur mestsum í stað og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum í morgin. Lágtrýstini yvir Írlandi og Norðsjógvin renna saman og brúgvalagið haðani fer um Føroyar hósdagin. Veðrið í dag: Hvassur vindur ella skrið av eystri og landnyrðingi og fyrrapartin eitt skifti regn, annars sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið hósdagin: Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og um middagsleitið regn, seinni minni vindur og sólglottar. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið fríggjadagin: Lot til andøvsgul av eystri og yvirhøvur turt og sólglottar. Um kvøldið frískar hann vindin av landsynningi. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og sum frálíður regn. Hitin millum 8 og 12 stig. Í gjár: Lágtrýstið yvir Onglandi stendur mestsum í stað og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum í morgin. Í dag: Lágtrýstini yvir Írlandi og Norðsjógvin renna saman og brúgvalagið haðani fer um Føroyar hósdagin. Vitan á Vaglinum Fyri at havnaborgarar kunnu sleppa undan at renna runt á ymsum stovnum hjá kommununi, hevur býráðið nú tikið stig til eina avgreiðslu, sum kann taka sær av mestsum øllum málum Nýggja avgreiðslan lat upp týsmorgunin klokkan 9, og hon veður nevnd Snarskivan, har allir borgararnir kunnu venda sær við trupulleikum og ivamálum. Hetta er galdandi fyri mál, sum ikki krevja umfatandi málsviðgerð. Snarskivan er í gamla posthúsinum við síðuna av býráðnum. Býráðið væntar, at Snarskivan fer at lætta munandi um hjá málsviðgerðum og málið er, at tænastustigið skal hækka. Ein stórur partur av servitanini er nú savnaður á einum stað, og endamálið er, at fólk skulu kunna fáa skjótt svar uppá fyrispurningar. Hetta verður eisini við til at minka um fjarstøðuna millum borgaran og kommununa. Snarskivan verður opin mánadag, týsdag, mikudag og fríggjadag frá kl 9.00 til 16.00. Hósdag er opið frá 9.00 til 18.00. Telefonavgreiðsla verður somu tíðir. Atlantic Airways illa viðfarið í altjóða kanning Í eini kanning av 477 ymsum flogfeløgum í øllum heiminum verður føroyska flogfelagið Atlantic Airways mett at vera millum tjúgu tey vánaligastu. Jákup Egil Jensen av Atlantic Airways sigur, at kanningin als ikki er eftirfarandi, og tey hava sett seg í samband við mannin, sum hevur staðið fyri kanningini, fyri at rætta mistøkini. Í enska blaðnum Sunday Times 10. september í ár er ein listi prentaður yvir tjúgu tey bestu og tjúgu tey vánaligastu flogfeløgini í heiminum. Millum flogfeløgini, sum fáa besta skoðsmálið, eru Air Canada, Swissair, British Airways og SAS. Í hinum endanum er tað skelkandi at síggja svart uppá hvítt: Atlantic Airways Faroe Islands, Denmark millum Krasnoyarsk Airlines, Aserbadjan Airlines og Mongolian Airlines og øðrum flogfeløgum úr tilafturskomnum londum. Okkara flogfelag verður mett at hoyra heima millum tey flogfeløgini, har møguleikin fyri at koma út fyri flogóhappi ella -vanlukku er størstur. Ófullfíggjað kanning Atlantic Airways er í Sunday Times skrásett fyri eitt óhapp. Hetta gevur felagnum 13,35 óhapp fyri hvørjar 100.000 fráferðir, og tað er eitt høgt tal sammett við onnur flogfeløg. Í stigatalvuni fær Atlantic 0,8 stig, men hetta talið er ikki rætt sambært Atlantic Airways. Í kanningini er roknað við, at Atlantic Airways bara hevur tólv fráferðir um vikuna, men í veruleikanum hava vit 42 fráferðir í miðal um vikuna, sigur Jákup Egil Jensen, sum er Quality Manager hjá Atlantic Airwys. Hesin skeivleiki ger, at Atlantic Airways endar millum tey niðastu á stigatalvuni. Um roknað varð við rætta talinum, sum er 42 fráferðir um vikuna, hevði Atlantic Airways verið í tí ovasta triðinginum av stigatalvuni, sigur Jákup Egil Jensen. Á Atlantic verður hetta kanningarúrslitið tikið í sera stórum álvara, síðan tey vóru varug við tað miðskeiðis í september mánaða, tí tey ásanna, at hetta kann gera óbótaligan skaða. Kanningin er í hesi vikuni eisini prentað í einum svenskum blað, og fleiri hava gjørt vart við hjá Atlantic Airways, at felagið verður mett at hava eina vánaliga trygd. Kanningin er ikki heilt eftirfarandi, tí jú færri fráferðir eitt felag hevur, tess størri verður talið, sum sigur, hvussu nógv óhapp eru fyri hvørjar 100.000 fráferðir. Øll flogfeløgini hava fingið minst eitt óhapp í sín lut, tí tað verður altíð mett, at eitt flogfelag kann hava eitt óhapp. Tí er tað eina óhappið, sum Atlantic er skrásett fyri, ikki hent í veruleikanum. Óhappið 2. august í 1989, tá flogfarið fór av breytini undir lending, hevur ikki verið við, men í nýggju tølunum verður eisini roknað við hesum óhappinum. Tey flogfeløgini, sum hava nógvar túsund fráferðir hvørja viku, hava tískil ein fyrimun í tí útrokningarháttinum, sum verður nýttur. Atlantic Airways hevur bara tað eina flogfarið, og tí eru fráferðirnar heldur ikki so nógvar í tali. Atlantic kláraði seg tó væl Kanningin er bygd upp á tann hátt, at mett verður um trygdina á tíggju ymsum økjum. Her verður ein karakterur givin, sum liggur ímillum 0 og 1. Summurin av hesum tíggju karakterunum verður faldaður við ein safetymultiplier, sum hjá Atlantic Airways verður mettur at verða 0,105 í kanningini. Orsøkin til, at hetta talið er so lágt, kemst av at roknað hevur bara verið við 12 fráferðum um vikuna ístaðin fyri 42. Um roknað varð við røttu tølunum hevði safetymultiplier ístaðin verið 0,522 sambært Jákupi Egil Jensen, sum hevur sett seg í samband við John Trevett, ið stendur fyri kanningini. Hann hevur heitt á Trevett um at fáa tølini í rættlag, so Atlantic Airways kann sleppa úr botninum á stigatalvuni. Nú tá røttu tølini eru komin á borðið, ber til at rokna seg fram til, at Atlantic Airways hevði fingið 4,0 stig í alt. Í Sunday Times fær føroyska felagið 0,8 stig, sum eftir øllum at døma ikki er heilt rætt. Jákup Egil Jensen hevur hugt nærri at øllum roknistykkinum og tølunum, sum roknað verður eftir. Hann heldur, at á teimum tíggju økjunum, har mett varð um trygdina, kláraði Atlantic seg heilt væl. Tað, sum oyðileggur alt, eru skeiva talið av fráferðum, sum ikki er rætt, og sum dregur nógv niður. Tey tíggju trygdarøkini, sum verða tikin við í kanningina eru av ymsum slag, og her eru nøkur av teimum mest áhugaverdu. Fyri aldurin av flogfarinum fekk Atlantic 0,57 stig, tí flogfarið er 13 ára gamalt. Fyri flogvøllin og umhvørvið verður givið fult stigatal. Tornið á flogvøllinum fær eisini fult stigatal. Eftirlitið við flogførum í Føroyum fær fult stigatal. Tá hugt verður eftir eigaraviðurskiftunum fær Atlantic ikki fult stigatal, tí felagið er alment og ikki privat. Leiðslan av felagnum fær tó fult stigatal. Trevett ásannar mistakið John Trevett, sum stendur fyri kanningini fyri FlightSafe Consultants Limited í Onglandi, ásannar mistøkini, ið eru gjørd. Hann hevur tí rætta tey inni á heimasíðuni hjá FlightSafe. Har fær Atlantic Airways nú 4,0 stig. Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, heldur, at hetta er á góðari leið, tí hetta er tað vanliga stigatalið hjá teimum smærru flogfeløgunum. Illa ber til at koma longri upp, tí talið av fráferðum er so lítið. Tey stóru flogfeløgini liggja um 7-8 stig Kanningin er løgd fram á eini ráðstevnu fyri trygd og góðsku innan flogferðslu í Brussel. Hon er ætlað størri fyritøkum, sum senda síni starvsfólk kring jørðin í arbeiðsørindum, so tær kunnu velja tey flogfeløgini, sum ery tryggast. OGP (Association og Oil and Gas Producers) hevur tikið kanningina til sín og ætlar at marknaðarføra hana fyri sínum limum, sum eru tey størstu oljufeløgini í heiminum. Nú oljuvinnan stendur fyri durum, er tað umráðandi, at Atlantic Airways ikki fer at standa niðast á stigatalvuni. Millum tjúgu tey niðastu flogfeløgini hava níggju teirra heimstað í gamla Sovjetsamveldinum. Vandamiklast er at flúgva við Air Georgia, sum er skrásett fyri fimm óhapp, og tað eru 300 óhapp fyri hvørjar 100.000 fráferðir. Danir bíða eftir føroyskum útspæli Danski løgmálaráðharrin er klárur at koma til Føroya til ávegis samráðingar í fullveldismálinum, so skjótt hann fær eitt útspæl frá landsstýrinum Orsøkin til, at eingin av avtalaðu ávegis samráðingarfundunum í fullveldismálinum enn er hildin millum danskar ráðharrar og føroyskar landsstýrismenn er, at einki útspæl er komið frá føroyingum.- Hetta staðfestir danska forsætismálaráðið fyri Sosialinum. Poul Nyrup Rasmussen og Anfinn Kallsberg hava avtalað, at danski løgmálaráðharrin, Frank Jensen, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, skulu hittast í Føroyum at samráðast um felags umsiting og ríkisborgararættindi. Hendan avtalan stendur við, siga høgt standandi embætisfólk hjá danska forsætisráðharranum. Frank Jensen er til reiðar at koma til Føroya so skjótt hann hevur fingið eitt útspæl frá landsstýrinum at samráðast eftir, eru boðini úr forsætismálaráðnum. Ætlanin var eisini, at danski búskaparráðharrin, Marianne Jelved, skuldi koma til Føroya at samráðast við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um hvussu Føroyar kundu fáa eitt gjaldoyrasamstarv við Danmark, um Danmark fór upp í samstarvið um evruna. Men tá úrslitið av donsku fólkaatkvøðuni um evruna var eitt greitt nei til evruna, heldur hvørgin parturin hendan fundin vera neyðugan. Fjóðra umfar av fullveldissamráðingunum verður í Keypmannahavn hósdagin 26. oktober. Tískil má ávegis samráðingarfundurin millum Frank Jensen og Høgna Hoydal haldast innan fjúrtan dagar. Norðurlendska samstarvið skal styrkjast Hugburðurin i norðurlendska samstarvinum skal styrkjast og broytast frá at vera eitt samstarv um innanhýsis norðurlendskan politikk til eitt samstarv um at standa saman í altjóða politikki, heldur vísmannabólkurin, sum hevur gjørt frágreiðing um norðurlendska samstarvið Alsama víðkanin av ES krevur, at Norðurlond taka stigið frá at samskipa síni sjónarmið innanhýsis í norðurlendska samstarvinum til at røða við felags rødd í ávísum málum á altjóða politiska pallinum. Hetta er ein av niðurstøðunum hjá vísmannabólkinum, sum samstarvsráðharrarnir í Nordisk Ministerråd á sumri 1999 settu at meta um framtíðina hjá norðurlendska samstarvinum. Vísmannabólkurin, sum hevur verið umboðaður av einum limi úr hvørjum einstøkum Norðurlandi, legði frágreiðing sína fram á tíðindafundi í Keypmannahavn. Felags talurør Vísmannabólkurin vísir í frágreiðing síni á, at vaksandi altjóðagerðin sýnir okkum, at eitt einsamalt land er vorðið ov lítið til at loysa mál á atljóða støði. Tí heldur bólkurin vanda vera fyri, at Norðurlond detta burturímillum í atjóða politikki, um tey ikki standa sum ein, bæði tá tað ræður um ES og um atjóða politikk. Tí hevur bólkurin í arbeiði sínum roynt at koma burtur frá gamla sjónarmiðnum, ið fyrst og framt sær norðurlenska samstarvið sum eitt innanhýsis samstarv millum Norðurlond. Í staðin sær bólkurin norðurlendska samstarvið sum eitt politiskt amboð á altjóða leikpallinum. Fyri at hetta skal bera til, mælir vísmannabólkurin til at styrkja bygnaðin av samstarvinum, styrkja vælferðina og norðurlendska kappingarførið, styrkja verndina av umhvørvinum og styrkja trygdarpolitisku áhugamálini og verjusamstarvið. Føroyska umboðið í vísmannabólkinum er Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Undirvísingar og Mentamálastýrinum. Seta fokus á Føroyar Stórt norðurlendskt blað fyri handils- og vinnulívsfólk, sum áður hevur mett Føroyar sum eitt lítlan part av Danmark, ið lítið kann geva heimssamfelagnum, hevur nú fingið beint øvugtu fatan av Føroyum Stóra norðurlendska tíðarritið fyri vinnu- handilsfólk, Northern Enterprise, staðfestir, at Føroyar hava eitt sjálvstøðugt og blómandi vinnulív. Tí hevur blaðið nú givið føroyska flagginum pláss á forsíðuni, samstundis sum fokus verður sett á Føroyar. Áður hevur blaðið bert sæð Føroyar sum ein part av Danmark, og hevur tað tí eisini viðgjørt Føroyar sum ein part av Danmark. Men eftir at stjórin á tíðarritinum, Edward James Crockford, í summar vitjaði í Føroyum, hevur blaðið fingið eina aðra fatan av landinum. Í oddagreinini í utgávuni fyri november skrivar blaðstjórin, at blaðið vanliga hevur mett Føroyar vera ein lítlan part av Danmark, ið lítið hevur at bjóða altjóða samfelagnum. Men vit fóru ógvuliga skreiv, staðfestir Edward James Crockford. Blaðstjórin vísir á, at tá hann í juni vitjaði í Føroyum, fann hann út av, at Føroyar hava eitt blómandi vinnu- og handilslív. Tí verður Føroyar nú viðgjørt sum sjálvstøðugur partur í blaðnum. Og í september útgávuni er rúgvismikið tilfar um Føroyar. Blaðið hevur eisini fingið umboðsfólk í Føroyum. Umboðsfólkið er Lynn Reveal. Vónir og krøv til oljuvirksemið Sum landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum og við teimum royndum eg havi innan arbeiðsumhvørvi, haldi eg, at tað er av størsta týdningi, at heilsu-, trygdar- og umhvørvisstøðið er so gott sum gjørligt á øllum arbeiðsplássum segði Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum á fyrsta fundinum hjá nýstovnaða Oljutinginum í Havn mikukvøldið. Hann vísti á 17. august ár 2000 sum ein merkisdag í Føroya søgu. Tá vórðu tey fyrstu 7 loyvini latin altjóða og føroyska oljuídnaðinum at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum. Nú eru vit so komin hartil, at loyvishavarnir skulu í holt við víðari kanningar av økjunum, sum teir hava fingið tillutað, áðrenn teir kunnu søkja Oljumálastýrið um góðkenning til veruligar boringar eftir olju og gassi segði landsstýrismaðurin, sum vísti á, at hann hevur stórar vónir til tað virksemið, sum fyristøðufeløgini skulu í holt við. Oljufeløgini skulu nú til at virka saman við føroyska samfelagnum. Tey skulu læra seg at skilja og arbeiða saman við lokala vinnulívinum, almennu umsitingini og útbúgvingarstovnum viðvíkjandi heilsu, trygd og umhvørvi. Eyðun Elttør vísti á, at tað er ein týðandi uppgáva hjá myndugleikunum at seta krøv um eitt trygdarstøði, sum tryggjar starvsfólk og umhvørvi. Tí má trygdarstøðið til eina og hvørja tíð verða dagført, so tað samsvarar tøkniligu menningina í samfelagnum annars. Myndugleikarnir skulu hava eftirlit við, at oljufeløgini og teirra undirveitarar lúka galdandi lógir og kunngerðir. Okkara uppgáva er eisini at hava eftirlit við, at fyristøðufeløgini og teirra undirveitarir fremja virksemið á ein skipaðan hátt við eini klárari fatan av egnari ábyrgd og uppgávum. Oljumálastýrið er nú í ferð við at leggja síðstu hond á eitt uppskot til eina funktionella reglugerð fyri heilsu, trygd og umhvørvi. Henda reglugerðin gevur ídnaðinum fríari ræsur til sjálvi at leggja virksmið til rættis og gjøgnumføra hetta í samsvar við tey krøv, ið føroyskir myndugleikar seta. Politiið fyrireikar seg til oljuna Eisini føroyska løgreglan er av álvara farin til at fyrireika seg til komandi oljuútviklingin. Á tíðindafundinum í Tinganesi herfyri varð eisini leikluturin hjá løgregluni á skránni. Løgreglan í Føroyum hevur fyrireikað seg til fylgjandi arbeiðsuppgávur: arbeiðsvanlukkur, stórar vanlukkur, umhvørvisvanlukkur, arbeiðs- og uppihaldsloyvi, hóttanir móti oljuvinnuni, aðrar kriminellar atgerðir og trupulleikar við umhvørvisfelagsskapum. Tað, sum løgreglan ikki hevur tann stóran kunnleikan til, er, at hesar uppgávur skulu í flestu førum loysast langt til havs. Hetta krevur eitt stórt fyrireikingarbeiði. Løgreglan er farin í holt við hetta arbeiði og er komin langt áleiðis, hóast nógv er eftir. Løgreglan hevur m.a. gjørt avtalu við politistar hjá løgregluni í Stavanger um at fáa serfrøðingar til Føroya at útbúgva eitt serligt føroyskt løgreglulið, sum skal átaka sær at fara út á boripalllarnar. Henda útbúgvingin byrjar fyrst í komandi ári. Løgreglan hevur eisini gjørt avtalur við oljufeløg og oljumálastýrið, sum skulu kunna løgregluliðið um tey serligu viðurskiftini og skipanirnar, sum eru galdandi í sambandi við frálandavirksemi. Løgregluliðið fer eisini at útbúgva seg hjá Danish Offshore Scholl á Fanø og hjá Ríkispolitiknum. Farið er eisini undir at gera samstarvsavtalur við starvsfelagar í grannalondunum í bæði Stavanger og Aberdeen, um stórar vanlukkur skuldu hent. Eisini verða avtalur gjørdar við danska ríkispolitiið um at fáa hjálparmanning og annan stuðul. Løgreglan í Føroyum hevur eisini gjølla kannað, hvussu løgreglan í Norra og Danmark og lutvíst Skotlandi hevur fyrireikað seg til oljuvinnuna. Eftir tíðarætlanini hjá løgregluni í Føroyum verður alt tilbúgvingararbeiðið liðugt á sumri 2001. Føroyskur bjargingardepil stovnsetast Í farnu viku varð tíðindafundur í Fiskimálastýrinum har greitt varð frá ætlanunum á tilbúgvingarøkinum. Ein bólkur, sum hevur arbeitt við tilbúgvingarspurningum mælir í fyrsta lagi til at avklára ríkisrættarligu viðurskiftini viðvíkjandi tilbúgving, í øðrum lagi til at tilbúgvingarlóg verður at galda fyri Føroyar og í triðja lagi til at skipað verður ein tilbúgvingarumsiting og eftirlit. Tilmæli er longu gjørt um, hvat tilbúgvingarlógin skal umfata og er hetta rættiliga rúgvusmikið tilfar, sum fæst til vega frá Fiskimálastýrinum fyri tann og tey, sum vilja vit meira um málið. Annars er endamálið við lógini at kunna staðfesta og fremja eina skipaða tilbúgving fyri Føroyar og við tí endamáli at fyribyrgja, avmarka og veita hjálp, tá skaðar henda á persónar, ognir og umhvørvi, orsakað av vanlukkutilburðum og katastrofustøðum, ella tá stórur vandi er fyri hesum. Í sambandi við tilbúgvingarumsiting mælir arbeiðsbólkurin Fiskimálastýrinum til beinanvegin at seta neyðugar fyrireikingar í verk, har Fiskimálastýrið skipar eina tilbúgvingarumsiting, sum skal tryggja eina vælskipaða tilbúgving í Føroyum og skal hava eftirlit og samskipa tilbúgvingarpartarnar og skipaninar, og at ráðgeva myndugleikunum í tilbúgvingarmálum. Hvat viðvíkur leiting og bjarging á sjónum verður mælt til, at sokallaða MRCC-verkætlanin verður sett í verk. Mælt verður til, at tað verður gjørt eitt sokallað "Memorandum of Understanding" millum føroyskar myndugleikar saman við donskum myndugleikum og skotskum og íslendskum myndugleikum um, at føroyskir myndugleikar hava ábyrgdina av leiting og bjarging í føroyska havøkinum. MRCC-Tórshavn Mælt verður at enda til, at tá ein føroysk bjargingarstøð er ment, tvs. eitt MRCC-Tórshavn, kann farast undir at virka fyri, at føroyska havøkið verður greinað og viðurkent sum SAR-øki. (Searc and Rescue) Í dag er føroyska havøkið partur av íslendska og skotska SAR-økinum. Á tíðindafundinum í landsstýrinum herfyri varð víst á, at avgerð er tikin um, at føroyska Vaktar- og Bjargingartænastan skal taka yvir ábyrgd og leiðslu av leiting og bjarging í føroyskum haviøki, tó í samstarvi við Færøernes Kommando. Ábyrgdin fevnir eisini um havumhvørvi og uppgávur í sambandi við oljudálking v.m. Støðan í dag er tann, at Oljumálastýrið, Færøerne Kommando, løgreglan og sjúkrahúsið hava stóran tørv á sum skjótast at vita, um MRCC verður á føroyskum ella donskum hondum og møguligar tíðarkarmar. Færøerne Kommando hevur í dag ábyrgdina og leiðsluna av leiting og bjarging á sjónum men hevur ongar ætlanir um at víðka virksemi í sambandi við komandi oljuvinnu. Ætlanin er m.a tí at skipa eitt føroyskt MRCC soleiðis, at øll leiting og bjarging á føroyskum havøki er undir føroyskari leiðslu longu komandi summar. Klárt komandi summar Fiskimálastýrið sigur, at um tað ikki eydnast tí at skipa eitt føroyskt MRCC til royndarboringarnar byrja komandi summar, so hava Føroyar ein trupulleika. Teigararnir á føroyskum havøki, sum eru veittir í konsession til oljufeløgini til royndarboringar eru í skotska SAR (Search and Rescue) økinum. Hetta merkir í verandi støðu, at oljfeløgini í sambandi við royndarboringar skulu senda teirra tilbúgvingarætlanir til góðkenningar hjá skotska myndugleikanum, sum er MRCC Aberdeen. Mett verður, at um tilbúgvingin fyri frálandavirksemi verður skipað undir MRCC Aberdeen, er hetta ikki í tráð við grein 10 og 11 í kolvetnislógini, sum ásetir brúk av føroyskari arbeiðsmegi, veitingar og tænastur frá føroyskum fyritøkum, um útbúgvingar vm. umframt hvaðan loyvishavari rekur virksemi sítt, herundir m.a. føroyskan bryggjukant ella føroyska flogvøll. Um MRCC-Aberdeen verður bjargingarstøðin í sambandi við frálandavirksemi viðførir hetta m.a. eisini: at føroyskir myndugleikar skulu gera samstarvsavtalu og áseta mannagongdir í sambandi við eftirlitsuppgávur av tilbúgvingini hjá oljufeløgunum og onnur viðurskifti við MRCC-Aberdeen, og at løgreglan í Føroyum má gera samstarvsavtalu við Grampian Police í Skotlandi í sambandi við td. skráseting av skaddum vm. Tað er í hesum sambandi, at Fiskimálastýrið mælir til, at neyðug orka verður sett til at fáa viðurskiftini avklárað viðvíkjandi ábyrgd av leiting og bjarging í føroyskum havøki og greining og viðurkenning av føroyskum SAR-øki. Oljudálking Tá tað snýr seg um havumhvørvi og uppgávur í sambandi við oljudálking verður mælt til, at Vaktar og Bjargingartænastan ger íløgur í neyðuga oljubasingarútgerð, og at V&B ger tilbúgvingarætlan fyri havumhvørvisspill í tøttum samstarvi við Heilsufrøðiligu Starvstovuna og Oljumálastýrið tvs. um tilkallingarskipan og mannagongdir. At enda skal V&B menna eina skipan, soleiðis at fólk eru, sum kunnu handfara og halda útgerðina viðlíka og røkja uppgávuna í sambandi við oljuspill. Tyrlutilbúgvingin verður eisini nevnd. Samsvarandi sáttmála millum Fiskimálastýrið og Atlantic Ariways fer Vaktar og Bjargingartænastan at umsita tyrlutilbúgvingina fyri tilbúgvingina bæði á sjógvi og landi. Hon skal ma. umfata leiting og bjarging í føroyskum havøki, á landi og uttanfyri føroyska havleið í samráð við bjargingasrøðir í grannalondunum. At enda fevnir hon um sjúkraflutning á sjógvi og á landi. Konsert í Leirvík týskvøldið 10. okt. Konsertin við Moniku S. Joensen, violin og Helene Rinngenberg, cembalo, sum varð lýst í blaðnum í gjár, er týskvøldið 10. oktober kl. 20:30 í Listasavninum í Leirvík og ikki mikukvøldið. Vel borgarstjóra í Havn í Sosialinum Fólk, sum lesa InternetSosialin, hava nú møguleika at vísa, hvønn tey vilja hava til borgarstjóra í Havn. Møguleiki er at velja ímillum tey seks fólkini, sum fingu flestar atkvøður á teimum seks listunum til kommunuvalið í 1996 og sum eisini stilla uppaftur hesaferð. Ávíst fyrifarni skal sjálvandi takast fyri slíkar atkvøðugreiðslur, tí tilvildarlig fólk verða ikki spurd, men tey, ið klikkja seg inn á InternetSosialin, hava møguleikan at velja. Tó ber bert til at velja eina ferð frá hvørjari teldu. Á middegi í gjár høvdu 143 valt, og var úrslitið hetta: (A) Jan Christiansen 10% (B) Heðin Mortensen 12% (C) Elin Lindenskov 25% (D) Ronald Poulsen 6% (E) Leivur Hansen, 32% (M) Jenis av Rana 15% Meira sæst á www.sosialurin.fo Lyktakanningin 2000 er peran í lagi? Tíðindaskriv: Frá mánadegnum 16. oktober til sunnukvøldið 29. oktober verður skipað fyri lyktakanning At lyktirnar lýsa, er tín ábyrgd! Tað er rætt og slætt vandamikið, at bilar koyra við ljósum, sum ikki eru í lagi. Endamálið við tiltakinum "Lyktakanning" er stutt og greitt at fáa hvønn einstakan bilførara at steðga á og kanna viðurskiftini. Tað skal ikki nógv meira til enn at ganga eina ferð rundan um bilin og hyggja eftir, um øll ljósini lýsa, sum tey eiga. Best er at vera tvey um uppgávuna: annað situr í bilinum og tendrar fjarljósini, blunkljósini og bakkiljósini og traðkar á bremsuna, so bremsuljósini lýsa. Kanningarseðilin, sum verður útflýggjaður, tá ið tú keypir bensin ella olju, er ætlaður sum "kekklisti", tá ið hetta verður gjørt. Finnur tú brek, má tað sjálvandi verða rættað! Lýsir onkur pera ikki, má sjálvandi nýggj setast í. Er t.d. nærljósið øðrumegin farið, er best at skifta út hinumegin eisini, annars verður munur á ljósstyrkini, og tað kann elva til ótryggleika. Tað er ikki altíð, at tað er peran, sum er farin. Mangan stavar brekið frá vánaligum elektriskum sambandi vegna rust ella irr. Um tað ikki hjálpir at skava og reinsa, er neyðugt at fara á verkstað, har kønar hendur kunnu rætta brekið. Tú fært eina peru afturfyri... Tá ið tú keypir bensin ella olju í vikunum, tá ið lyktakanningin er, fært tú ein kanningarseðil útflýggjaðan. Á hesum seðili eru 8 spurningar um ljós. Tá ið tú kanst seta kross í allar kassarnar, er kanningin liðug fyri títt viðkomandi, og tú kanst lata seðilin inn aftur á eina bensinsølustøð hjá Statoil ella Shell. Letur tú seðilin inn, fært tú ein peru afturfyri at eta! Hetta er løn fyri gott arbeiði. Lyktakanningi og politiið Lyktakanningin er í veruleikanum í tveimum pørtum. Fyrri parturin er upplýsingarátakið, meðan hin seinni er eftirkanningin, sum politiið tekur sær av. Fyrstu vikurnar í november verður serligt átak at kanna bilar. Vinn ein tanga av bensini ella olju Drigið verður ímillum innkomnu seðlarnar um at vinna áfyllingar av bensini ella olju á kr. 300,- . Seinasta freist at lata svarseðilin inn er mánadagin 30. oktober 2000. Tjúgu vinningar verða latnir, og Shell og Statoil lata helvtina hvør. Drigið verður í Breytini í Rás 2 fríggjadagin 13. november 2000, sigur Ferðslutrygd. Norðskálatunnilin í tingið Tíðindaskriv frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd: Alfred Olsen, løgtingsmaður, hevur sett Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, fyrispurning um trygdina í Norðskálatunnlinum. Alfred Olsen kallar tunnilin eitt myrkt kolanám og vísir á, at síðani 1976 eru 860 tons av tilfari dottin ella reinsaði undan loftinum í tunnlinum. Tunnilin er sera myrkur og vátur, og koyribreytin er uppslitin. 2000 bilar koyra dagliga gjøgnum tunnilin, og nú allur inn- og útflutningur í framtíðini skal gjøgnum Havnina, so verður tunga ferðslan uppaftur størri. Kostnaðurin av mest neyðugu ábótunum verður mettur til umleið 9 miljónir. Alfred Olsen hevur spurt landsstýrismannin, um hóskandi upphædd verður sett av til tunnilin á komandi løgtingsfíggjarlóg, og løgtingið hevur samtykt, at landsstýrismaðurin skal svara fyrispurninginum. Fer ráðagerðin frá 1946 at endurtaka seg? Síðani henda samgongan varð skipað við tí greiða endamáli at skipa Føroyar sum fullveldisríki, hevur danska stjórnin saman við andstøðuni (Javnaðarfl./sambandsfl.) ikki fylgt fólkaræðisligu mannagongdunum, av tí at hesi hava í felag strongt á til tess at fáa samgonguna at ganga frá sínum vallyftum um sjálvstýri fyri Føroyar, men heldur >>saðla av nýggjum<< og reka ein politikk, ið hóvar minnilutanum og donsku stjórnini. Poul Nyrup Rasmussen hevur latið løgmann skilja, at um samgongan broytir ætlan sína og fer at reka ein politikk, ið samsvarar við tann, ið javnaðarflokkurin stendur fyri, so verður eingin endi á vælvildini frá danskari síðu mótvegis Føroyum. Hinvegin, um samgongan vágar sær at reka egnan politikk, ið hon var vald uppá at reka, so skulu treytirnar gerast harðar sum grót. Hetta er dømi um, hvussu >>fólkaræðisliga<< >>danska stjórnin/andstøðan her á landi<< hugsa, tá tað ræður um veruligt føroyskt sjálvstýri, men tað var júst hetta sama, ið hendi í 1946, tá danska stjórnin og politikarar her á landi gingu saman í ráð til tess at sleppa uttan um úrslitið av fólkaatkvøðuni. Gerið ikki neyðsemju um fullveldisætlanina Andstøðan í Føroyum hevur fingið tann greiða setning frá donsku stjórnini, at hon má gera alt, ið gerast kann til tess at fáa føroyingar at ganga frá kravinum um fullveldi, men heldur taka við andstøðuuppskotinum um at gera eina ella aðra heimastýrisskipan, og teir hava eisini fingið at vita, at skipanin kann innihalda næstan hvat sum helst, bert ikki fullveldi (suverenitet). Vit kunnu eisini fáa okkara egnu grundlóg, um hon bert ikki stríðir ímóti teirri donsku, ið skal galda fyri alt ríkið, t.e., at okkara heimastýrisgrundlóg, ið verður ein >>undirdeild<< má ikki nevna orðið (suverenitetur). Føroyskir fullveldispolitikarar mugu ikki gera tað dáraverk, ið tað er, at gera neyðsemju um fullveldisætlanina, tí so er >>slottið næstan vunnið<< hjá teimum trimum >>Nyrupunum<<, har vit eiga teir tveir, tíverri. Um vit gera neyðsemju um nýggja heimastýrislóg Tá hetta er hent, fer danska stjórnin alt fyri eitt at seta arbeiðsbólk (>>færøgrupp<<) av serfrøðingum, um hesin ikki longu er settu, til tess at máa støðið undan einum framtíðar føroyskum ynski um fullveldi. Tað fer at verða gjørt bæði inanríkis, men ikki minst á internorðurlendskum og altjóða støði. Serstakliga fer hetta at verða ein løtt uppgáva, um vit góðtaka eina nýggja heimastýrisskipan við fólkaatkvøðu, sum gevur hampiliga stóra undirtøku, av tí at tú kanst ikki góðtaka innliman í eitt annað ríki og so nøkur ár seinni iðra teg um tað og krevja sjálvstýri. ST fer eisini við tíðini at avmarka talið av fullveldisríkjum, so haðani fer eingin hjálp at koma seinni. Sambandsflokkarnir einsamallir um nýggja heimastýrisskipan Um tað ólukkuliga skuldi hent, at einstakir fullveldispolitikarar fara at >>ridla<<, sum onkur tekin eru til, og mæla til eina nýggja heimastýrisskipan saman við javnaðar/sambandsflokkinum, meðan >>bíðað verður við fullveldinum<<, ið skal koma seinni, sum tað so lokkandi fer at ljóða, so eiga fullveldispolitikarar at lata hesar vera púra einsamallar um >>ráðagerðina<<, av tí tá fer tað neyvan at eydnast at fáa stóra undirtøku millum fólk við fólkaatkvøðu, helst bert u.l. helmingin av veljarunum, og tað fer danska stjórnin ikki at vera nøgd við, og fer hetta at gera framhaldandi ráðagerðina nógv truplari, og stríðið um fullveldi/sambandi fer at halda fram enn harðari enn í dag í føroyskum politikki, tí var tað ikki nóg mikið við einum lítlum meiriluta í 1946 fyri fullveldi, so kann tað heldur ikki vera nóg mikið í dag við einum lítlum meirilut afyri sambandi ella nýggjari heimastýrisskipan. Nýggj heimastýrisskipan verður >>katastrofa<< Um fá ár fer tað at verða avdúkað, at nýggj heimastýrisskipan gjørdist >>katastrofa<< fyri Føroya land og føroyska fólkið, og tá verður brúk fyri politikarum við reinum hondum. Serliga um olja av týdningi verður funnin, tí tá fer danska stjórnin als ikki at vilja hoyra talan um eitt møguligt krav um fullveldi seinni. Tá verða bert aðrar umberingar og onnur gróthørð krøv sett føroyingum. Hesa støðu fer danska stjórnin at fyrireika alt fyri eitt, um nýggj heimastýrisskipan verður sett í verk. Danska stjórnin fer ikki at droyma um at lata ríkt oljuøki frá sær við tí altjóða týdningi fyri Danmark, ið hetta fer at hava við sær. Bíða bara, livst, so spyrst. Ísraelski forsætis- ráðharrin: >>Um tú ikki hevur suverentitet, so hevur tú einki<<. Eg haldi, at tað var hin 11. august, at Barak var í sjónvarpinum, har hann á einum fundi segði soleiðis um fullveldið (suverenitetin): >>Tá eitt fólk ikki hevur suverenitet, so hevur tað einki<<. >>Hví<<, spurdi hann út í høllina. >>Jú, tí um tú ikki hevur fullveldi, so mást tú alla tíðina taka ímóti ordrum ella boðum uttaneftir<<. Hetta tók hann uppaftur fleiri ferðir við øðrum orðalagi, so tað var týðuligt, at hesin royndi politikarin visti, hvat hann tosaði um. >>Soleiðis eru viðurskiftini ikki í Føroyum<<, hoyri eg sambandsrøddir svara. Nei, einki skal vera í Føroyum sum aðrastaðni. Her skal alt venda niður, ið aðrastaðni í heiminum vendi rupp. Tað er gamla frágreiðingin um, hví Føroya fólk ikki fyri alt í verðini má taka stig til at gerast tjóð millum aðrar tjóðir. Jú, tjóð, men ikki enn, og hetta >>enn<< kemur ongantíð, verið vís í tí! Trúgva vit meira upp á danska blokkin enn á Skaparan? Vit føroyingar hava fingið fleiri tjóðareyðkenni enn flestu onnur fólkasløg, men vilja tó ikki gerast tjóð, hóast landið er bæði gott og ríkt. Trúgva vit ikki uppá, at Harrin vil varðveita okkum sum egin tjóð? Er tað kanska tryggari at dansa um danska >>blokk-gullkálvin<>paradoksum<<, ið eg veit um. Danska stjórnin rennur undan ábyrgdini: Endamálið við teimum 4 árunum er sjálvandi at ræða føroyingar frá at taka fullveldi, men heldur kroysta eina neyðsemju oman yvir høvdið á okkum eins og í 1946: Nýggja heimastýrisskipan. Tað vita øll bæði úti og heima. Slíkt er ikki rættvíst, av ti at danir sjálvir gjørdu hesa skipan í 1948, har føryski landskassin gjørdist bundin at donskum ískoyti. Sostatt hava danir her eina serliga ábyrgd fyri føroyskum búskapi, og tá teir nú spæla >>grótharðir<<, ivaleyst eftir ráðum úr Føroyum, so avdúkar tað eisini, hvør ætlanin við ríkisískoytinum var í 1948. Forðar føroyskum sjálvræði við vilja: Hetta, at danska stjórnin í veruleikanum rennur undan sínari fíggjarligu ábyrgd, sum hon sjálv gav seg undir sambært heimastýrisskipanina frá 1948 og heldur misnýtir skipanina til tess at leggja forðingar í vegin fyri før. sjálvstýri, man fyrr ella seinni fara at gerast almannakunnugt í politiska lívinum alla staðni, fyrst í Norðurlondum, men eisini víða hvar úti í heimi. Spurningurin verður tá, um tað ikki fer at koma donskum uttanríkispolitikki aftur um brekku, tá onnur kunnu vísa á, hvussu danska stjórnin í veruleikanum bar seg at viðvíkjandi føroyska ynskinum um fullveldi. Skipanin skuldi helst nýtast til at gera Føroyar so bundnar sum gjørligt at danska statinum og júst nýtast sum trýstamboð, um fullveldisynski einaferð fór at koma úr Føroyum, tí hetta er ikki peningaspurningur fyri donsku stjórnina. Um sammett verður eftir fólkatali, so svarar 1 mia. kr. út úr danska búskapinum til 10 mill. kr. út úr tí føroyska. Føroyska >>heimastýrið<< nakið sum keisarin á sinni Mong av okkum hava billað okkum inn, at heimastýrið er nakað heilt serligt, men so er ikki. T.d. hevur verið greitt frá í fjølmiðlunum, at undirgrundin er yvirtikin, men tað er beinleiðis skeivt. Vit hava >>allernådigst<< fingið rættin til at standa fyri útvinningini av møguligum ráevnum t.d. kolvetni úr donsku undirgrundini við Føroyar, hetta vegna danska ríkið. Sostatt er eingin >>føroysk undirgrund<< til í politiskum høpi, hóast tað mangan verður málborið seg soleiðis í fjølmiðlunum. Um danski landsluturin Føroyar verður vælhavandi av møguligum ríkidømi, so byggir hetta alt ríkið upp tilsvarandi. Sostatt var einki í vegin fyri, at danska stjórnin gav t.d. amtsráðnum á Bornholm somu loyvi at vinna møgulig ráevni út har, sum okkara løgting hevur fingið her. Føroyska málið sett í 2. røð av donsku stjórnini: Fáur mundi droyma um, at danska stjórnin fór at stað-festa í evropeiskum sáttmála, at føroyskt ikki kann javnmetast við onnur tjóðarmál, og tað ger hon mitt í samráðingunum um før. sjálvstýri. Hetta sýnir betur enn nakað annað, hvussu vís danska stjórnin er í, at tað fer at eydnast at kroysta eina nýggja heimastýrislóg niður yvir okkum føroyingar. Nú hevur føroyskt mist nógv av síni tign, tá tað í bindandi sáttmála er staðfest, at føroyskt ikki er annað enn eitt >>minnilutamál<< í danska ríkinum, javnsett við týskt í Suðurjútlandi. Mær vitandi, so hava týskarar ikki so mikið sum >>heimastýri<<, har teir búgva. Alt hetta skuldi henda í tí Harrans ári 2000. Hevði tað verið stutt eftir aldarskiftið 1900, so hevði eg skilt tað. Brævið til ST Talsmaður fyri donsku stjórnina segði stutt eftir, at gitna brævið var kunnugt, at um føroyingar skuldu sleppa at senda brøv til ST, so máttu bornholmarar eisini sleppa at gera hetta, tí teir høvdu uttan iva okkurt at tala við ST um eisini. So er tað sagt. Danskir stjórnartalsmenn meta okkum saman við >>Bornholms Amt<<. Man hetta vera tað, ið føroyingar flestir hugsa um, tá talan er um hitt >>víðagitna føroyska sjálvstýrið<>sjálvstýri<< ikki til. Antin hevur tú óavmarkað sjálvstýri, ella hevur tú als einki sjálvstýri. Nakað heilt annað er so tað, at sjálvstøðug lond kunnu gera sínámillum avtalur til fyrimuns fyri báðar ella fleiri partar, ið á summum økjum avmarka teirra sjálvstýri, meðan sáttmálin er galdandi. Slapp ikki at tosa við Nato-aðalskrivaran: Á natofundinum í Íslandi varð rættiliga avdúkað, hvussu lítið heimastýrið er ílatið, tá sjálvt Føroya løgmansembæti ruddiliga varð sett upp á >>rætta lítla pláss sítt<<. Danska stjórnin vísti hesum okkara hægsta fyrisitingarliga starvi so lítla virðing, at løgmanni varð sett mark fyri, hvønn hann slapp at tosa við, hóast Føroyar vóru í nógv størri vanda fyri at gerast álopsmál undir >>kalda stríðnum<<, enn Danmark nakrantíð var. Slíkt er sjálvstýri, sanniliga! Mong onnur dømi av líknandi slag kunnu nevnast, ið sýna, hvussu lítið okkara sokallaða sjálvstýri hevur uttan á sær. Takið við skiftistíðini upp á 4 ár: Vit mugu taka við skiftistíðini upp á 4 ár, tí eitt er vist, at treytirnar verða ikki lagaligari seinni, heldur tvørturímóti. Danska stjórnin vil í veruleikanum ikki geva Føroyum fullveldi. Tað mugu øll hava skilt. Seinni um t.d. 10 ár finna teir upp á aðrar harðari treytir og undanførslur móti fullveldinum. >>Grova arbeiðið<< við ræðumyndunum her heima í Føroyum fer sama andstøða at gera tá eins og nú fyri donsku stjórnina. Míni ráð skulu tí vera: Takið við skiftistíðini upp á 4 ár. Latum okkum sýna donsku stjórnini, at tað veruliga eru >>Knotur í føroyskum kongum<<, og at hetta er ikki nakað, ið vit bert syngja um, tá høvur er frótt av >>fullum maga<< við okkurt veitsluborð. Asbjørn Lómaklett Til fótbólts við juristi Kappingarárið er lokið! VB hevur vunnið, tað skerst ikki burtur! Tillukku VB. Men søtðið hevur eisini verið so lágt í ár og GÍ, B36, B68 og onnur lið vóru so óbegrípiliga fitt at lata VB vinna! Men hvussu verður nú við komandi kappingarárið? At løgmaður og landsstýrismenn ikki vita, hvat teir hava sagt, fyrr enn sakførarnir hava talað, er so ein søk. Og stakkals stýrisskipanarlógarfedrar, sum eru í somu støðu: >>Manus manum lavat!<< Men at fótbóltssambandið selur eina kappingarskipan uttan at vita, hvat stendur í henni, tað má av sonnum sigast at vera lágt støði! Hví eru UEFA-reglur ikki galdandi í Føroyum? Hvar er sovandi (fjórða) statsvaldið? Amerikanarar eru tiltiknir fyri at siga >>Okur hittast í rættinum<<. Skal nú hvørt mál, skotið á føroya vølli, og hvør fótbóltsdómur til viðgerðar í Føroya Rætti? So verður stuttligt at lesa bløðini komandi ár! Hugsið tykkum til: >>VB vann á Toftum, har oraklið býr, men teir høvdu eisini góðar sakførarar við!<< Við ítróttarkvøðu. Arnfinnur Thomassen ODDAGREIN: Tilbúgvingin tikin í álvara EFTIR at hava ligið sum tongul í brimi nú í longri tíð hava landsins myndugleikar nú loksins gjørt av, at ein komandi tilbúgving í Føroyum skal vera heimahoyrandi í Fiskimálastýrinum ella neyvari hjá Vaktar og Bjargingartænastuni. Alt gott um hetta. Undan tí lá málið í Vinnumálastýrinum men lutvíst eisini í øðrum stýrum. Og fara vit eitt sindur longur aftur lá tað hjá fleiri ymsum landsstýrismonnum. Tað tænir ongum endamáli at vera bakklókur og klikkja niður á henda ella handa myndugleikan fyri, at málið ikki er tikið meira alvorligt. Nú má hyggjast frameftir og arbeiðast miðvíst. NÚ er so avgerð fallin um, hvar tilbúgvingin skal hoyra heima og hvør hevur ábyrgdina av henni. So far so good. Hetta er annars eitt mál, sum nettupp vegna tvørrandi ábyrgdarstað, ongan góðan hevur havt. Tó at tað hava verið persónar, sum aftur og aftur hava gjørt vart við álvaran í hesum máli. Ikki fyrr enn oljuvinnan bankar á dyrnar rakna fólk við og innsíggja, at okkurt má henda. Man kann tí siga, at oljuvinnan kemur her sum ein kærkomin gestur, tí hon fær skundað undir eitt álvarsligt samfelagsligt mál, sum ein tilbúgving jú er. Eitt mál, sum hevur ligið á láni. Tá hetta er sagt eiga vit tó ikki at gloyma tað risastóra arbeiði, sum Færørenes Kommando hevur staðið á odda fyri. SAMBART frágreiðing frá Fíggjarmálastýrinum, sum verður viðgjørd meira nágreiniliga í blaðnum í dag, er talan um eitt øki, sum vit sjálvi ikki hava ábyrgdina av í dag. T.d. er føroyskt havøki partur av skotskum og íslendskum øki, tá tað ræður um leiting og bjarging. Hesa uppgávuna hevur annars danska sjóverjan røkt væl og virðiliga í mong ár, men nú oljuvirksemið kemur inn í myndina verður hetta ábyrgdarøkið víðkað. Og sum skilst á Fiskimálastýrinum eru danskir sjóverjumyndugleikar ikki sinnaðir til at økja um verandi virksemi sítt til eisini at fevna um eina oljutilbúgving. Tí eru vit sjálvi tvingað til at taka málið í egnar hendur, og her er tað so, at V&B skal til at víðka um sítt arbeiðs- og ábyrgdarøki. Í hesum sambandi verður tosað um at seta á stovn eina MCRR-bjargingarmiðstøð. V&B hevur í hesum sambandi lýst eftir fólki til at taka sær av hesum nýggju uppgávunum. Vónandi fara fólk at søkja starvið, sum hava bæði beinini á jørðini, sum hava arbeitt við hesum málum longu ella sum hava greiðar meiningar um, hvussu nakað ítøkiligt kann fáast burtur úr. Rætt og slætt fólk, sum hevur veruligt innlit í hetta málið. Og ikki minst: hevur áhuga fyri tí. Tilbúgvingin má og skal raðfestast nógv hægri enn higartil og vónandi eru nú útlit til, at henda raðfesting verður tikin í álvara av landsins myndugleikum. Íbúðarbygging í Havnar kommunu Eftirspurningurin eftir íbúðum hevur ongantíð verið størri enn nú. Bíðilistin eftir grundstykkjum er væl oman fyri hundrað og planløgd raðhús verða seld, longu áðrenn tey eru bygd. Støðan hjá teimum ungu, ið skulu seta búgv, er vónleys, tí tey fáa onki at búgva í. Tað sama er galdandi fyri tær ungu familjurnar, ið hava starvast uttanlands og nú hava fingið tilboð um arbeiði í Havnini og skulu flyta heim, tey hava heldur onki at búgva í. Nakað má gerast við hendan spurning og tað ongantíð ov skjótt. Ein loysn er at fara undir at byggja stór íbúðarhús við nógvum íbúðum. Hesin byggiháttur hevur higartil ikki haft stóran áhuga í Føroyum. Men tíðir broytast og fólkið eisini. Um arkitekturin formgevur byggingina við atliti til landslagið, so verður náttúrumyndin ikki oyðiløgd og umhvørvið heldur ikki. Eitt slíkt stig fer beinanvegin at skapa fleiri nútíðarhóskandi tilboð, bæði til ung og gomul. Við hesum byggihátti fáa tey ungu møguleika at útvega sær antin leigara- ella eigaraíbúð, og tey eldru kunnu um tey ynskja tað skifta úr sethúsum til íbúð. Fólkaflokkurin arbeiðir bæði fyri tað unga og tað eldra ættarliðið. Hans Biskopstø valevni hjá Fólkaflokkinum Eldrasambýlini ein góð loysn At Tórshavnar kommuna bert hevur eitt eldrasambýli, vísir í høvuðsheitum eitt sindur um, hvussu ein raðfestir tey ymisku økini. Tað er ongin loyna, at út frá kanningum, ið eru gjørdar eitt nú í Norðoyggjum, so er eitt pláss á einum eldrasambýli 50% bíligari enn á einum røktarheimi. Fyrimunurin við hesari loysn er eisini tann, at tey somu starvsfólk, ið hava gingið til brúkaran úti í heimunum, fylgja við inn á sambýlið, og ger tað tað lættari hjá teimum gomlu at fella til. Grundtankin við sambýlum er tann, at tað skal líkjast so nógv sum møguligt einum vanligum heimi. Um rætt varð borið at, so høvdu vit havt minst 4 eldrasambýli í Tórshavnar kommunu. Vit skulu minnast til, at tað í dag ein ein sera stórur tørvur á hesum økinum, og nú ein meir og meir tosar um at eldrarøktin skal leggjast út til kommunurnar, so skuldi møguleikin verið sera stórur fyri at nøkta ein stóran part av tí tørvi, ið er í dag, við at keypt/bygt nøkur eldrasambýlir, har fólk við vanligum ellisbrekum kundu fingið eitt pláss. Somuleiðis er eisini tann fyrimunur við eldrasambýlum, at tey gomlu sleppa at verða við í øllum tí dagliga, eftir førimuni, soleiðis at tey fáa nýtt síni evnir. Sjálvandi skuldu sum áður nevnt verið minst 4 eldrasambýlir í Havn, tí tá fleiri av teimum smáu kommununum í landinum klára at reka sambýli eiga vit sum størsta kommuna eisini at raðfesta hetta øki so tað munar. Ása Olsen, valevni Sjálvstýrisfloksins til býráðsvalið Schumann Hjaltalin undrast! Schuman Hjaltalin undrast á, at fólkafloksumboðini í býráðnum vildu kunna býráðslimir og borgarar í Tórshavnar kommunu um Fjarhitafelagið, sum allir borgarar eiga, og sum ta seinastu tíðina hevur verið nógv umtalað í fjølmiðlunum. Vit í Fjarhitafelagnum hava einki at krógva, og ei heldur eg sjálvur, tí hevur Fólkaflokkurin biðið um, at ein frágreiðing skal koma frá felagnum til borgaran. Ja, Schumann Hjaltalin, ikki hevði eg trúð, at tú undrast, hvussu ofta havi eg ikki hoyrt teg gjørt vart við, at tú ert ov lítið kunnaður um ymisk mál. Eg kann vissa Schumann Hjaltalin og øll onnur um, at henda frágreiðing er ikki umbiðin fyri at Páll Petersen skal fáa eina frágreiðing frá Páll Petersen, men fyri at borgarin skuldi fáa innlit í viðurskiftini. Ætlanin var, at hetta skuldi viðgerast á opnum býráðsfundi, men varð hetta ikki til veruleika, tí aðrar kreftir í býráðnum ynsktu hetta ikki, og verður málið tí tikið upp á lukkaðum fundum. Páll Petersen, býráðslimur Teir reistu ein kross Lech Valesa og nakrir av hinum monnunum á stóru Gdansk skipasmiðjuni í Pólandi høvdu reist ein risa stóran kross á einum heyggi. Krossurin var sveisaður saman úr rustfríum stáli. Við hvørja síðu á risa krossinum stóð ein lítil krossur. Teir reistu henda kross sum eitt tekin uppá teirra kristna grundstøði og tí frælsi, teir stríddust fyri at fáa. Men valdsharrarnir komu eftir teimum. Menninir vórðu avbukaðir, settir í fongsul og familjur teirra hóttar eftir lívinum. Men krossin tordu valdsharrarnir ikki at taka niðuraftur. Býráðsvalið er eitt val til fólkaræði hvar nærdemokrati og sambandið ímillum tann fólkavalda og borgaran kanska er tættast. Býráðsvalið er eitt val, hvar nógv viðurskifti koma upp á tal: eldrarøkt, barnarøkt, vegagerð o.s.fr. Men fortreytin fyri hesum er at vit verja fólkaræðið. Hvønn sunnumorgun síggjast polakkarnir á skipasmiðjuni fara niðan í katólsku kirkjuna í Havn til gudstænastu. Teir kunnu gera hetta, tí teir liva í einum fríum samfelag. Fólkaflokkurin veit, at frælsi ikki er ein sjálvfylgja. Fólkaflokkurin veit, at tað eru kreftir, sum við snildisligum uppskotum vilja koma persónliga frælsinum til lívs. Persónligt frælsi og fólkaræði tað er tað, sum býráðsvalið snýr seg um. Vinarligast, Bjarti Mohr, valevni hjá Fólkaflokkinum Barnaansingin er ein uppgáva ikki ein trupulleiki Javnaðarflokkurin ynskir at broyta lógina um barnsburðarfarloyvi, soleiðis at møguligt verður at vera heima hjá barninum í tvey ár við løn. Kortini ásannar flokkurin, at farloyvi einans er 24 vikur í dag. Tí er fremsta málið í hesum býráðsvalskeiði, at arbeiða fyri 100% dekningi á barnaansingarøkinum, fyri børnum í aldurbólkinum _-9 ár. Dagansingarskipanin skal útbyggjast, soleiðis at øllum er pláss í boði, um tørvur er á tí. Og um foreldrini hava serlig ynskir, so sum útibarnagarð ella bussbarnagarð, so skal valmøguleikin vera til har. Somu sømdir til øll Høvuðsendamálið við barnaansingarpolitikkinum má vera, at tryggja øllum borgarum somu sømdir. Eitt tilboð um pláss í tí stovni, sum foreldrini hava ynskt. Tað er blóðskeivt at einans nakrir borgarir skulu fáa valuta fyri skattapengarnar, meðan onnur vera sett á bíðilista, har tey kunnu koma at bíða í áravís. Tí, hvørjar treytir skulu fólk so uppfylla fyri at fáa eitt pláss í boði? Skulu tey vera kálvaknýggjað, hava rætta eftirnavnið ella vera fødd í január? Øll gjalda skatt, og hava rætt til somu sømdir. Vit høvdu ikki lati okkum lynda, at staði í bíðirøð í fleiri ár, fyri at sloppi við einum býarbussi ella at læna á býarbókasavninum. Vit hava tíverri vant okkum so nógv við, at tá vit veruliga hava tørv á valuta fyri skattapengarnar, so sum almennahjálp, barnaansing, bústað ella røktarpláss, so er tað ein sjálvfylgja at vit bíða. Men tað er skeivt, tí tá avgerð er tikin um at hava eitt tilboð til borgararnar, so skal hetta til-boð umfata øll. Javnaðarflokkurin vil stríðast fyri, at býráðið viðurkennir sær sína ábyrgd í barnaansingarspurninginum og bindir seg til at veita øllum børnum eitt gott ansingartilboð soleiðis at allir borgarar verða javnsettir. Her skal ikki bera til at skáka sær undan. Býráðið má seta tað av á fíggjarætlanini, sum krevst. Kommunal til-boð skulu ikki verða ein framíhjárættur hjá nøkrum útvaldum, men ein rættur hjá øllum borgarum. Rigmor Dam, valevni hjá Javnaðar- flokkinum til býráðsvalið í Havn Viðmerking til Ingeborg Vinther Í Sosialunum 4. okt. ger Ingeborg Vinther forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, viðmerkingar til samrøðu 27. sept. við Gunnleiv Dalsgarð, formann í Starvsmannafelagnum. Eg ætli mær ikki at koma inn á tað, Ingeborg Vinther førir fram í tvídrátti hennarar við Starvsmannafelagið, men bert vísa til, at formaður starvsmannafelagsins í grein síni vísir aftur, at nakar verður tvingaður í felagið, heldur ikki dagrøktarar (dagrøktarmammur). Og her kann verða mint á, at tá sáttmála herfyri varð gjørdur við Skála kommunu, vóru tað dagrøktarnir sjálvir, ið ynsktu at gerast limir í Starvsmannafelagnum. Tað sum eg hinvegin havi hug at gera viðmerkingar til, er tað ið Ingeborg Vinther førir fram um Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannamannafelag. Hetta felag var 1. juli 2000 lagt saman við Starvsmannafelagnum, men havi eg sum formaður í nevndini fyri tey kommunalt settu, ábyrgd av sáttmálanum til 1. mars 2000. Ingeborg Vinther hevur, av einari ella aðrari orsøk hug til at niðurgera felagið og fakfelagsarbeiði tess, serliga viðvíkjandi dagrøktarum. Ført verður fram, at sáttmálin hjá Kommunala Starvsmannafelagnum er fyri skrivstovufólk, og at reglurnar fyri onnur starvsfólk bert er eitt uppískoyti. Ingeborg Vinther hevur fingið sáttmálan sendandi frá okkum, so hon kennir hann væl og veit at hetta ikki er rætt. Høvuðsparturin av sáttmálanum er galdandi fyri allar bólkar felagsins: Brandmenn, bókavørðir, lívbjargarar, skrivstovufólk, dagrøktarar o.s.fr. Men um so var sum hon sigur, átti hon eisini at ført fram, at Starvsmannafelagið fyrst og fremst er eitt felag fyri skrivstovufólk, tí hesir sáttmálar eru so at siga eins? At hon kemur við hesum pástandi, tykist mær ikki sørt undarligt, tí Ingeborg Vinther kann ikki í álvara meina, at hon skal avgera hvør er limur í okkara felag ella uppbýta starvsbólkarnar í A og B limur? Og hóast nakrir partar av sáttmálanum ikki eru galdandi fyri dagrøktarar, veit Ingeborg Vinther eisini væl, at reglurnar um dagrøktarar als ikki bert eru eitt uppískoyti í sáttmálanum. Millum annað kann nevnast, at dagrøktarar eru umfataðir av frítíðarreglunum, reglunum um setan og uppsøgn, flyta upp eitt stig hvørt ár, umframt vanliga lønarhækkan og fáa 5,5% til eftirløn og trygging. Alt hetta á sama hátt sum aðrir starvsbólkar. Og tá kommunan nú fyri stuttum avgjørdi, at dagrøktarar skulu fáa løn fyri at ansa egnum børnum, var tað í veruleikanum okkara uppskot nevndini og dagrøktarunum at takka fyri sum kommunan tók til sín til sín. Vit hava nevnliga fleiri ferðir ført fram, at dagrøktarum við egnum smábørnum, eiga at fáa fulla inntøku. At fáa hálva løn og minni enn tað, tí ein bert fær t.d. tvey børn at ansa, kunnu tey fægstu klára seg við. Hetta hevur kommunan nú skilt er rímuligt og neyðugt, eisini um tað skuldu fáa fólk at átaka sær hetta arbeiði. Dagrøktarnir ynsktu fyri 4 árum síðani at koma uppí Kommunala Starvsmannafelagið (aftaná at onnur fakfeløg høvdu víst aftur at taka tey sum limir) og hóast vit langtfrá eru komin á mál, halda vit at vit hava vunnið ikki so lítið uppá hesa stuttu tíð. Og tað at Ingeborg Vinther fyri dagrøktarnar í Kollafirði, hevur kravt og fingið sáttmála okkara at verða galdandi fyri hesar eisini, vísir at hon ikki heldur hann vera so vánaligan, hóast alt. Tí er tað einki annað enn orð, tá hon pástendur at Føroya Arbeiðarafelag hevur ærina av, at rættlag er komið á viðurskiftini hjá dagrøktarnum. Tí fyri okkum merkir rættlag í arbeiðsviðurskiftini, at lønar- og onnur viðurskifti eru so góð sum gjørligt, og so kemur limaskapurin kemur í aðru røð. Vit kunnu m.a. vísa á, at vit í fleiri førum hava víst aftur at flyta starvsfólk í okkara felag, bert fyri at hesi skuldu fara niður í løn. Um starvsfólk fáa betri sømdir í øðrum felag, hava vit einki ímóti at tey eru limir har og er hetta eisini sjónarmið Starvsmannafelagsins. Vónandi er raðfestingin av hesum ikki tann øvuga hjá Ingeborg Vinther? Eg vil at enda siga, at vit einki hava ímóti, at onnur kunnu nýta gott av tí arbeiði vit hava gjørt, tvørturímóti. Og tá dagrøktararnir í Kollafirði herfyri fegnaðust um sáttmála, ið gav teimum lønarhækkan uppá 18%, og sum við smábroytingum var avrit av okkara sáttmála, er hetta teimum væl unt. Men tað hevðið klætt forkvinnu Føroya Arbeiðarafelags betri, um hon førdi seg fram á meira sømuligan hátt móti øðru fakfeløgum. Hoyvík 6. okt. 2000 Kartni Ravnsfjall Frágreiðing um fjarhitaveiting og sambandsgnýst Aftursvar til Schumann Hjaltalin Býráðið eigur helvtina av P/F Fjarhitafelagnum, ið veitir hita til flestu av húsunum í Hoyvíkshaganum. Nýtarnir av fjarhita eru sera ónøgdir. Býráðið hevur kravt, at húsini í Hoyvíkshaganum skulu verða íbundir fjarhitaskipanini. Tí fáa vit byráðslimir manga skoluna frá íbúgvum har. Er ákoyringin á okkum røtt ella ikki ? Fyri at fáa svara tí spurninginum, mugu vit býráðslimir vita hvat ónøgdin hjá fjarhitanýtarunum snýr seg um. Tá eg sigi vit, meini eg allir býráðslimir, eisini sambandsumboðini í býráðnum. Av tí at ein heilur býarpartur er ónøgdur við eina veitan, ið býráðið varar av, dittaðu vit í fólkaflokkinum okkum at spyrja, um býráðslimirnir ikki kundu fáa eina frágreiðing. Tað toldi sambandsflokkurin ikki. Í hvussu er fekk onkur av teimum ógvuliga ilt av, at fólkafloksins fyrispurningur til býráðsformannin, var kunngjørdur í fjølmiðlunum. Hvør skal siga, tað er bert sambandsflokkurin, ið kann varpa fyrispurningar út til almenningin. Dømi 1 : Kommunusamskipan Føroya hevur fund, har møguleikin at privatisera SEV verður umrøddur. Sambandsflokkurin á gosi, og letur útbasunerað í allari føroysku pressuni, at teir krevja eyka býráðsfund fyri at fáa at vita hvat fyriferst. Eyka býráðsfundur verður hildin, og hvat? Jú, sambandsflokkurin samtykkir at Kommunusamskipan Føroya skal halda fram við at kanna møguleikan at privatiserað SEV !!! Dømi 2 : Pressan veit at siga frá, at Tórshavnar Kommuna skal fáa eina snarskivu. Og fyri at greiða borgarunum frá, hvat snarskivan er, vil kommunan nýta rættuliga nógvan pening til eina lýsingarherferð. Sambandsflokkurin aftur á gosi, og letur fyri aðru ferð borgaranar, gjøgnum føroyska fjølmilaheimin, vita, at teir høvdu kallað saman til samgongufund um oyðsli til snarskivuherferðina hjá býraðsformanninum. Samgongufundur hevur verið, og hvat ? Jú, tveir dagar seinri kom snotilig avís í hvørt húsarhald í kommununi um snarskivuna.!!! Vinarliga Jan Christoiansen, býráðslimur NB. Góði Schumann Tá vit seta fram ein spurning og skriva: serliga um samskiftið millum brúkararnar av fjarhita og felagið ikki er nøktnandi, merkir tað ikki, sum tú skrivar: at P/F Fjarhitafelagið ikki er nøktandi. Læknahjálp Í Havnini er stórt og álvarsamt læknatrot. Ongin tímur heldur at verða kommunulækni orsakað av vána arbeiðsumstøðum, stressi og yvirhøvur væntandi samstarvsvilja frá Býráðnum. Havnin eigur at hava millum 12 og 15 læknar. Hetta er eitt ófrávíkiligt krav skulu vit nøkta tørvin í skjótt vaksandi høvuðsstaðnum. Tað eru ikki meira enn 8 læknar í Havnini sum er og eru hesi yvirhøvur ovbyrjaðir av arbeiði umframt at teirra arbeiðsumstøður ikki eru nútímans og nøktandi uppá nakran hátt. Hetta er ein ótolandi støðu bæði fyri læknan og sjúklingin og sum borgarin í Havn ikki skal góðtaka. Við nóg nógvum Kommunulæknum og betur arbeiðsumstøðum verður teirra arbeiði munandi betur og vil hetta eisini minka um tørvin á hospitalsviðgerð. Samanumtikið vil hetta eisini verða ein sparing fyri sjúkrahúsverkið. Vit taka okkara læknaskipan sum eina sjálvfylgju og at læknin altíð er væl fyri og tilreiðar at hjálpa. Men Okkara læknar eru eisini menniskur sum tú og eg, latum okkum við hesum Býráðsvalinum hjálpa teimum ! Her skal prioriterast við lít. Komið eg í Býráðið skal eg gera nakað við hetta mál. Johan Mortensen Valevni til Býráðsvalið fyri Tjóðveldi Men eitt vantar í... Upp til val koma uppskot frá valevnum, hvussu hesi vildu loyst teir ymisku trupulleikarnar, og ynskini frá veljarunum. Hetta er gott og náttúrligt. Ofta eru tað mál sum eru uppi í tíðini>>in<< sum havd verða á lofti. Hesaferð er tað barnaansingin sum er í >>fokus<< og er tað ikki undarligt. Tí hetta er ein alstórur trupulleiki hjá foreldrum hvørs børn einki ansingarpláss hava. Hetta er ein uppgáva hjá komandi býráði at fáa loyst. Havast má í huga at fyrst nú í summar kom kommunan sambært lóg at hava hetta øki einsamøll at røkja. Hetta arbeiðið má gerast miðvíst, at fáa bygt stovnar eftir sama leisti so at hesir verða so ódýrir sum møguligt, uttan at tað gongur yvir dygdina. Somuleiðis sum barnaansingin kom undir tað kommunala øki, yvirtekur landið umsorganina fyri teim gomlu og eldru. Tað vil siga, at røktarheim og tílikar byggingar verða landsuppgávur. Hesi mugu ikki sleppast uppá fjall, tí neyðin innan hetta øki er líka so stór, ella størri, sum innan barnaansingina. Kommunan má sum skjótast fara undir at byggja sambýlir, so tey ið illa eru før fyri at klára seg heima hjá sær sjálvum kunnu verða undir tryggari korum. Hesar uppgávur eru ikki tær einastu uppgávur ið ein stór kommna sum Tórshavnar kommuna hevur at røkja. Dagligdagurin er eitt við sínum uppgávum, og nú Marknagilsvegurin verður liðugur til jóla, má haldast fram við hesi vegagerð út á Argir, og ikki helmast í fyrrenn úti á Hamaranum. Hetta er neyðugt um ferðslan, sum í løtuni er ein ruðuleiki har úti, skal ganga so ótarnað sum møguligt. Vinnulívið má hava góð kor at virka undir, og ugu skapas tkarmar fyri hesum. Vinnulívið er trygdin fyri eini sosialari vælferð. Lat ikki tína atkvøðu vanta í til sjálvstýrislistan, men lat 21. nov. verða ein sannan D-dag. Ronald F. Poulsen býráðslimur og valevni Eitt úrslit vit kunnu taka støðu til Røðan, Jóannes Eidesgaard helt í sambandi við opningstalu forsætismálaráðharrans Jóannes Eidesgaard Ongland var ov stórur biti Føroyska U-18 landsliðið legði aftur mánadagin rygg til stórtap. Í dag skulu teir vinna á Andorra, um heiðurin av ferðini til Italia skal bjargast Seinnapartin í dag skal føroyska U-18 landsliðið spæla triðja og seinasta dystin í EM undankappingini í Italia. Mótstøðuliðið er Andorra, og føroyingarnir eru greiðir yvir, at einki annað enn ein sigur kann brúkast til nakað sum helst. Vánirnar at vinna áttu ikki at verið heilt burtur. Andorra hevur tapt 4-0 ímóti Onglandi og 10-0 ímóti Italia. Føroyingar taptu fyrsta dystin, sum var ímóti Italia, 6-0, og mánadagin løgdu føroyingar aftur rygg til eitt stórtap. Ongland vann 5-0, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 3-0. Sera moyrir Jógvan Martin Olsen, venjarin hjá U-18 landsliðnum, ásannar úr Italia, at føroyska liðið spældi ímóti einum heilt góðum liði. Feløgini, sum teir umboða, siga eisini sítt. Á eingilska liðnum vóru spælarar, sum dagliga fáa løn frá kendu feløgunum í bestu eingilsku deildini, t. d. Manchester United, Arsenal, Leeds, Chelsea, West Ham, Tottenham og Everton.: Sum eg áður havi sagt, so eru teirra spælarar allir frá 1982, meðan fleiri av okkara eru frá 1983 og 1984. Ongland hevði spælt ein lættan dyst leygardagin, meðan okkara lið hevði givið alt, sum tað hevði í sær, tá teir leygardagin spældu ímóti Italia. Tað var týðuligt, at okkara vóru ikki so væl upplagdir hesa ferð, sum teir vóru leygardagin, og tað var harmuligt, tí sjálvt um Ongland hevur eitt gott lið, so haldi eg ikki, at teir eru á hædd við Italia. Men tað fáa vit at síggja í dag, tá Italia og Ongland fara at spæla um fremsta plássið í bólkinum. Jógvan Martin Olsen sigur, at føroysku spælararnir komu til einstakar málmøguleikar, men at eingilsktmenninir vóru sera góðir til at gera nyttu burturúr summum av persónligu mistøkunum, sum føroysku spælararnir gjørdu serliga fyrra partin av fyrra umfarinum. Okkara spælarar høvdu ein stóran møguleika, áðrenn teir komu framum. Eftir gott uppspæl í høgru, legði Hjalgrím Elttør innfyri, Bergur Djurhuus var leysur, men skotið fór við síðuna av málinum. Ongland skoraði í 10., 12. og 29. minutti. Fyrsta málið fingu teir, eftir at teir høvdu tikið skjótt hornaspark, meðan føroyingarnir ikki vóru klárir. Næsta málið fingu teir eftir innlegg horna úr høgru, og triðja málið var sera óheppið. Føroyingar høvdu fríspark, liðið var á veg fram, tá frísparkssendingin rakti á ein av mótstøðumonnunum. Teir fóru í skjótt álop og skoraðu. Eftir at teir vóru komnir framum 3-0, høvdu føroyingar eitt gott álop í høgru. Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør stóðu fyri uppspælinum, Fróði Jóanesarson tveitti seg fram, men stútarin fór dygst við síðuna av málinum. Í 2. hálvleiki gjørdu føroyingar sjálvmál, tá tveir minuttir vóru farnir. Málverjin og ein verjuspælari vóru einsamallir, málverjin fór úr málinum eftir bóltinum, men tá stútaði verjuspælarin upp um málverjan, og so var 4-0. Ongland staðfesti stórsigurin, tá seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Málið fingu teir eftir innlegg úr vinstru. Dysturin varð spældur á sama stadion, sum føroyingar leygardagin spældu ímóti Italia. Føroyska liðið sá soleiðis út ímóti Onglandi: Karstin Joensen, KÍ Jann Ingi Petersen, B68, Jón Rói Jacobsen, HB, Vagnur Mohr Mortensen, HB (Ragnar Poulsen, B36, 77.), Brynjolvur Nielsen, NSÍ Hjalgrím Elttør, KÍ, Niels Joensen, B36 (Elfinn Ørvarodd, FS Vágar, 85.), Símun Joensen, liðformaður, KÍ, Bergur Djurhuus, NSÍ Fróði Jóanesarson, NSÍ, Bjarni Jørgensen, HB (Atli Gregersen, Randers Freja, 49.) Jón Rói Jacobsen fekk gult kort í 64. minutti, og Ragnar Poulsen í 80. minutti. Føroyska ferðalagið kemur aftur út Italia í morgin, og tá verður punktum sett fyri fótbóltsárið 2000. Allan er í Russlandi Nógv bendir á, at dysturin, sum føroyingar skulu spæla í Russlandi, verður aðra staðni enn í Moskva Tað er ein rúgva av HM undankappingardystum á skránni í kvøld. Eftir upprunaligu skránni skuldu føroyingar spælt í Beograd. Tann dysturin er sum kunnugt útsettur, og tað fegnast allir føroyingar um. Allar grannatjóðirnar hjá okkum skulu í HM eldin í kvøld. Skotland, sum leygardagin var í San Marino, skal spæla í Kroatia. Álopsspælrin Billy Dodds er farin heim til konuna, sum skal eiga, og tríggir spælarar vórðu skaddir, tá Skotland vann 2-0 í San Marino. Verjuspælarin ,Christian Dailly, breyt nøsina, og McCann hevur trupulleikar við øklunum og McNamara er skaddur í knænum. Skotar hava frammanundan trupulleikar á miðvøllinum, har Paul Lambert og Barry Ferguson vórðu skaddir undan fráferðini til San Marino. Verjuspælarin, Dominic Matteo er heldur ikki við á ferðini í miðalhavinum. Skotski venjarin, Craig Brown, hevur bara sent boð eftir einum nýggjum spælara. Tað er ungi Celtic álopsspælarin, Marc Burchill. Ongland, sum tapti á heimavølli ímóti Týsklandi, hevur stórar trupulleikar at dragast við, tá teir í kvøld fara á vøllin í Finnlandi. Tony Adams er ryggskadur, vongverjin Graeme le Saux hevur trupulleikar við skinnabeininum, David Beckham er knæskaddur, og Steven Gerrad er skaddur í lærkrikanum. Heldur ikki miðvallarin, Paul Ince, er við á ferðini. Konan skal eiga, og fyri at fara við, vildi hann hava vissu fyri at vera millum teir fyrstu 11. Nýggir menn í hópinum eru Teddy Sheringham og Wes Brown úr Manchester United. Kevin Keegan situr heima í Onglandi og hyggur at. Nýggi venjarin hevur knívin á barkanum. Um Ongland ikki vinnur í kvøld, verður teirra møguleiki at sleppa við til Korea og Japan ógvuliga lítil. Áhugin fyri dystinum í Parkini í Keypmannahavn, har Bulgaria kemur á vitjan, hevur ikki verið stórur, men í gjár ljóðaði, at tað verður um reppið, at tað verður útselt. Jon Dahl Tomasson, sum stendur fyri at spæla landsdyst nummar 25, er ivasamur hjá dønum. Ísland hevur havt eina syndarliga byrjan í hesi HM undankappingini. Teir hava tapt ímóti Danmark og Kekkia. Í kvøld fáa teir vitjan av Norðurírlandi. Sviar, sum leygardagin mistu sigurin ímóti Turkalandi í síðstu løtu, skulu spæla í Slovakia, og Noreg fær vitjan av Ukreina. Norðmenn kenna stórt trýst á sær, eftir at teir higartil bara hava megnað tveir javnleikir. Kanningarferðin Í okkara bólki eru tveir dystir á skránni. Sveis skal spæla í Slovenia, og so er ein dystur á skránni í Russlandi. Allan Simonsen er farin til Moskva, har hann í kvøld fer at fylgja við, tá Russland og Luksemburg fara at spæla. Føroyar skulu spæla á útivølli ímóti hesum liðunum í mars. Dysturin í Luksemburg verður 24. mars og tann í Moskva verður 28. mars. Ætlanin hjá FSF var, at Allan Simonsen skuldi búgva á gistingarhúsinum, sum føroyska landsliðið skal búgva á, tá teir koma til Moskva í mars. Men nú hava russarar boðað frá, at dysturin ímóti Føroyum neyvan verður spældur í russiska høvuðsstaðnum. Í Russlandi hava teir vánaligar royndir av fótbóltslíkindunum í Moskva so tíðliga á árinum. Ofta hava dystirnir hesa ársins tíðina verið spældir niðri við Svartahavið. Í russiska fótbóltssambandinum siga teir, at teir hava ikki enn gjørt av, hvar dysturin ímóti Føroyum skal spælast, men hann verður neyvan í Moskva. Eitt dømi Eins og Føroyar gjørdu móti Sveis, hevur Ongland roynt at spælt við trimum liðformonnum Hetta hendi, tá teir 6. juni spældi annan dystin í bólkaspælinum í HM 1986, sum fór fram í Meksiko Í dystinum, sum var móti Marocco, varð liðformaðurin, Bryan Robson, noyddir at fara skaddur av vøllinum, tá 41 minuttir vóru leiktir. Hann lat tá armbindið til Ray Wilkins, men tá hesin minuttin eftir fekk reyða kortið, mátti hann lata bindið víðari til Peter Shilton, sum sostatt gjørdist triðji liðskiparin innan 3 minuttir, og tað hava sjálvt føroyingar ikki megnað. Tríggir føroyameistarar funnir Føroya Triathlon Felag skipaði ídag, sunnudagin, fyri FM í Triathlon. Kappast varð á tveimum teinum, og meðan Beinir Rasmussen gjørdist vinnari á Sprint teininum, so vann Rigmor N. Joensen hjá kvinnum og Gunnar Dahl-Olsen á tí longra teininum, Triathlon teininum. Triathlon er samansett av trimum ítróttargreinum: Svimjing, súkkling og renning. Tey, ið gjøgnumførdu Sprint teinin skulu fyrst svimja 750 metrar, súkkla 22 km og at enda renna 5,5 km. Tey, ið gjøgnumførdu 1/4 Triathlon skulu fyrst svimja 950 metrar, súkkla 44 km og at enda renna 11 km. Hóast at tað var turt undir allari kappingini, so spældi veðrið luttakarunum eitt lítið puss, við tað at nógvur vindur var. Svomið bleiv í Svimjihøllini í Gundadali, og síðani skuldu triathletarnir skunda sær út á súkklurnar, og súkkla teinin, Ringvegur, Sundsvegur, Vegurin Langi, Hvítanesvegur og aftur út á Ringvegin. Teinurin er 5,5 km langur, og luttakararnir skuldu tí súkkla teinin ávikavist fýra og átta ferðir. Runnið varð á økinum kring Plantusøluna og teinurin skuldi rennast ávikavist seks og 11 ferðir. Ikki nógvir luttakarar Tólv luttakarar høvdu boðað frá luttøku, men av ymiskum orsøkum bar ikki til hjá øllum at møta. Serliga hjá Rigmor N. Joensen var hetta keðiligt, tí hesa ferð hevði hon ongan at kappast við. Men væl gekk kortini, hon gjøgnumførdi teinin uppá 2 tímar 42 minuttir og 23 sekundir, og gjørdist føroyameistari annað árið á rað. Beinir Rasmussen hevði unga súkklutalenti, Eli Christiansen, at kappast við. Eli hevur svomið nógv kapp áðrenn hann byrjaði at súkkla, og tí var hann nógv fyrr enn Beinir úr hylinum, men meðan Beinir leyp á súkkluna nær um nakin, ja so brúkti Eli fýra minuttir til at gera seg kláran til súkklingina, og Eli tapti tí fyrimunin hann hevði vunnið sær í hylinum. Í súkklingini gekk væl hjá Beini, og skjótt megnaði hann at koyra Eli inn aftur. Beinir økti og kundi løtu seinni fegnast um, at hann gjørdist FM-vinnari í Sprint Triathlon Í 1/4 Triathlon teininum endurtók søgan seg, og aftur í ár gjørdist Gunnar Dahl-Olsen føroyameistari. Hóast at Gunnar vann ein tryggan sigur, so megnaði hann ikki at betra um sítt egna met á hesum teini. Føroyska metið er 2 tímar 17 minuttir og 45 sekundir. Í ár gjørdist vinnaratíðin 2 tímar 25 minuttir og 40 sekund. Nummar tvey gjørdist Tony Ditlevsen, sum var í harðari kapping við Evald Rasmussen. Evald hevur ment seg nógv seinastu árini, og tað var tí ikki fyrr enn at Evald hevði lagt hálvan renniteinin aftur um bak, at hann mátti lata fyrrverandi danmarksmeistaran í veteranbólkinum innan Ironman (3800 m svimjing, 180 km súkkling og 42 km renning), fara framum. Kappingin gjørdist sera spennandi millum Tony og Evald, men í renningini hevði Tony munin og megnaði tí at fara frá Evaldi og vinna við einum góðum minutti. Føroya Triathlon Felag fer nú undir fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar á Isle of Man komandi summar. Nøkur av teimum, sum luttóku í hesari fara helst at umboða Føroyar, tá Triathlon sum ítróttargrein verður við fyri fyrstu ferð. Teinurin á OyL er tann sokallaði OL-teinurin, ið er 1500 metrar svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning. FTF vil at enda takk Politinum og FK fyri stuðulin! Úrslit, FM 1/4 Triathlon 2000: Kvinnur: 1. Rigmor N. Joensen 2 t. 42 min. 23 sek. Menn: 1. Gunnar Dahl-Olsen 2 t. 25 min. 40 sek. 2. Tony Ditlevsen 2.36.17 3. Evald Rasmussen 2.37.32 4. Eyðun Poulsen 2.42.54 Úrslit, FM Sprint Triathlon 2000: Menn: 1. Beinir Rasmussen 1 t. 24 min. 55 sek. 2. Eli Christiansen 1.29.34 Royndirnar sigraðu Nýuppfluttu Søljugenturnar vóru bara seinasta sekundið frá fyrsta stiginum í fyrstu deild. Hóast Neistin ikki spældi tað besta, tær hava víst, vóru tað royndir teirra, sum sigraðu Nestin vann hondbóltsdystin í fyrstu kvinnudeildini móti Søljuni fríggjakvøldið. Drúgvu royndirnar hjá Neistanum í bestu deildini gjørdu munin. Eftir hampiliga avrikið hjá Søljuni móti føroyameistarunum seinasta vikuskifti, vóru tað helst fleiri, sum væntaðu ein spennandi dyst fríggjakvøldið. Og spenningur var fyri allar pengarnar, hóast sjálvur dysturin ikki var tann besti, spældur er. Tá hálvurtriði minuttur var eftir av dystinum var Neistin framman fyri við trimum málum, sum Søljan tók innaftur, og tapti aftur við einum fríkasti, tá tvey sekund restaðu í leiklok. Dysturin byrjaði heldur trilvandi við fleiri álopum hvønn vegin, áðrenn nakað mál kom. Tíggir minuttir gingu, áðrenn fyrsta málið kom. Tað fekk litaviska Simona hjá Søljuni, hóast hon var mansvard frá fyrsta bríksli. Eyðsæð var, at neistagenturnar høvdu frætt um avrik henna móti Stjørnuni. Men skjótt varð greitt, at munurin millum bestu og næstbestu deildina var so mikið stórur, at tað fór at gera mun. Neistagenturnar spældu, hóast tær kundu spælt betri, við størri tryggleika enn nýuppfluttu søljugenturnar. Breiddin hjá Neistanum var størri og fleiri tordu at halda seg framat, enn tær gjørdu á vágaliðnum. Eingin ivi er um, at har verður satsað upp á Simonu, sum eisini er heilt framúrskarandi, tá hon sleppur at spæla. Honvegin má hin litaviski leikarin, Kristina, sum stóð í málinum, taka part av ábyrgdini fyri úrslitinum á seg. Tí hon var ov ójøvn. Til tíðir tóktist hon meira at kalla klossut, meðan hon aftur fyri til aðrar tíðir spældi klassahondbólt. Men verjan var ikki tann besta. Men Helena í Neistamálinum átti so sanniliga eisini sín part av sigrinum. Hennara mongu framúrskarandi bjargingar mundu taka pippið frá fleiri mótspælarum. Millum annað byrjaði hon við at taka eitt brotskast frá Simonu, sum annars brendi eitt annað brotskast. Hon rakti ikki málið. Hóast Søljan fekk fyrstu málini, kom Neistin skjótt fram um og fór heilt skjótt frá Søljuni. Men søljugenturnar fullu ikki í fátt kortini og stríddust allan fyrra hálvleik við at halda tørn. Í steðginum var trý máls leiðsla til Neistan. 11-8. Seinni hálvleikur gekk sum tann fyri. Neistin helt seg støðugt framman fyri. Søljan kom upp í móti teimum og onkuntíð á javnleik. So loysti Neistin aftur, og tá tríggir minuttir restaði í tíð, var munurin trý mál. Tá varð roknað við, at nú var liðugt. Men seiggi var í vágagentunum kortini, og tær stríddu seg til javnstøðu í seinasta minutti. Sera óhepnar vóru tær við frískastinum, tá tvey sekund restaðu í. Tvær útvísingar fingu tær eisini, sum tóktust ørkymla tær eitt sindur. Tá so skotið kom, endaði tað í málinum, og Neistin hevði vunnið dystin, samstundis sum dómarin bríkslaði av. Neistin skal taka seg saman, um tær skulu liva upp til vónirnar, sum altíð eru til eitt slíkt stórlið, sum tær verða roknaðar at vera. Hinvegin hevur Søljan í sínum báðum dystum higartil víst, at hóast tær hava tapt báðar, eru evni til at vinna onkran av komandi dystunum. Ungu leikararnir skulu venja seg við ferðina og støðið í fyrstu deild. Og tær skulu fyrst av øllum trúgva meira upp á seg sjálvar. Alt ov nógvir bóltar vórðu sløsaðir burtur, tí tær loftaðu ov illa. Tá nervarnir eru komnir upp á pláss, virðingin fyri øllum hinum er minkað, og sjálvsálitið bygt eitt sindur upp, fara tær heilt víst at veita øðrum liðum høvuðbrýggj. Dysturin í tølum Neistin-Sóljan 23-22 (11-8) Málskjúttar Neistin: Annika Thomsen 10, Kára á Dunga 5, Súna Mørk 3 (2), Susan Brockie 3, Birita Wardum 1, Gunvør Hofgaard 1 Sóljan: Simona Dziugyte 12 (3), Marjun Jørgensen 5, Hertha Simonsen 2, Heidi M. Akselsen 2, Heidi Haraldsen 1 Brotskøst: Neistin 2, Sóljan 4 Útvísingar: Neistin 4, Sóljan 6 Aðrir dystir um vikuskiftið 1. deild, kvinnur VÍF-Kyndil 27-16 (13-6) Málskjúttar VÍF: Ioana Rapa 11 (5), Nicolina Eyðbjørnsdóttir 7, Fríða Johannesen 4, Sóleyð Mikkelsen 2 (1), Randi Kúrberg 2, Nicoleta Radu 1 Kyndil: Lotte Sørensen 7 (1), Signhild Petersen 3 (2), Ann Hansen 3 (2), Anita Kjærbo 2, Brynhild Klein 1 Brotskøst: VÍF 5, Kyndil 8 Útvísingar: VÍF 7, Kyndil 5 Stjørnan-VB 28-25 (9-12) Málskjúttar Stjørnan: Vesna Tomajek 10 (4), Vesna Radovic 6, Andrijana Milodanovic 4, Joan M. Joensen 3, Annika Ljósstein 2, Anna K. Samson 2, Una Olsen 1 VB: Andrew Lütz 7, Arnleyð Krosslá 5, Regina Rado 5, Guðri Mortensen 3, Rannvá Augistinussen 1, Eyðbrott Krosslá 1, Mary Krosslá 1 Brotskøst: Stjørnan 5, VB 2 Útvísingar: Stjørnan 2, VB 1 Tjaldur-VB 11-39 Dómaraseðil ikki móttikin 1. deild, menn VÍF-Kyndil 34-31 (17-11) Málskjúttar VÍF: Áki Olsen 10, Ingi Olsen 7 (4), Harald Bjørgvin 6, Sámal Joensen 5 (1), John Zachariasen 3, Martin Hummeland 2, Petur Fr. Joensen 1 Kyndil: Jónleif Sólsker 14 (5), Bjarni Wardum 7, Rúni Poulsen 6, Hans Áki Dal-Christiansen 2, Uni Wardum 1, Heini Bentsen 1 Brotskøst: VÍF 7, Kyndil 5 Útvísingar: VÍF 5, Kyndil 8 Diskvalifikatión: Kyndil 1 Tjaldur-StÍF 23-42 Dómaraseðil ikki móttikin Fletting Hetta er tíðin, tá flett verður. Skurðfjøllini eru við at vera gingin, og klippingin stendur fyri. Ymisk er, sum tað roynist, skilst. Men sum heild eru menn tó nøgdir við árið Heystfrítíðin hjá skúlunum er flettingartíð. Nógvastaðni sæst ljós í vikuskiftishúsunum, nú fólk eru komin av størru plássunum út á smábygdirnar at ganga fjall og fletta. Telefonin ringir. Tað eru fjallboð. >>Vit fara týsmorgunin klokkan átta. Møta á vanliga staðnum<<, eru boðini, røktingarmaðurin gevur. Hetta eru eingi óvæntað boð. Bíðað hevur verið eftir teimum nú í nakrar dagar. Á rættini verður avtalað, áðrenn farið verður til gongu, hvussu gerast skal. Nógv er fólkið. Eyðsýnt er, at skúlarnir hava frí, og eisini er fólk komið aðrastaðni at ganga á fjall. Eigararnir eru ikki altíð líka støðufastir sum jørðin sjálv, so teir flyta pláss av plássi. Tað gongur upp á stás. Klokkan trý eru vit aftur við hús við skurðinum, og so er bara flettingin eftir. Tað er altíð spennandi, tá flett verður. Tað er líkasum ein egin dámur yvr húsinum, tá soleiðis er. Fleiri eru, sum bjóða seg fram at taka eina hond í, so fjallmaðurin tekur tað bara heilt róligt. Ivaleyst fara skinnini at fáast av teimum bæði skjótt og væl. Børnini eru spent og vilja síggja, hvussu farið verður fram. Hugaligt, halda tey eldru, at tey tíma at vera við og læra tað, sum tey gomlu ofta halda er við at fara. Men so er ikki. Størru børnini vita rættiliga væl, hvussu farast skal fram, og onkur er, sum rættilig hjálp er í, meðan summi bara eru forvitin og fylgja við. Bíða til teirra túrur kemur. Og so eru tað hesir, sum støkka inn á gólvið. Teir síggja ljós í kjallaranum og hava roknað út, at her verður flett. Hugurin er almikil, og tá teir sjálvir nú einki hava at fletta í dag, verður farið at fregnast, hvussu skerst hjá øðrum. So verður sammett og reypað. Ella teir bara tiga, tá teir síggja, at her er betri vekt, enn teir fingu í seinastu viku. Jú, hendan tíðin er nakað heilt serligt á bygdunum. Borðini eru gjørd til reiðar. Íløt og lappar, knívar og byrsa verða funnin fram, og so er klárt at byrja. Flett verður upp á gamlan máta í kjallaranum. Alt verður gjørt á borði, og ikki, sum onkur er farin at gera nú, at hongt verður upp og skinnið skrætt av. Tað er skjótt at fletta soleiðis, og reint er tað eisini. Men tað verður líkasum ikki roknað so nógv av øllum at fletta seyð sum haru, sum tikið verður til. Maðurin fer eftir fyrsta lambinum, sum stendur í seyðarúminum undir hjallinum. Hann kemur aftur,fellir tað og leggur tað á eitt lágt borð. Her verður skotið ov svævt, áðrenn tað verður flutt yvir á leysa flettingarborðið at tumma og taka úr, so tann næsti sleppur fram at við sínum. Soleiðis gongur tað hond í hond, og tað sær út til at rigga bara væl. Fyrr var ikki lukkuligt at vera staddur aftan fyri seyð, sum skotin varð. Tá gomlu byrsurnar vórðu brúktar, varð altíð hugsað um, hvar kúlan kundi finna upp á at fara. Nú píkabyrsurnar verða brúktar, verður minni hóvasták gjørt burturúr. Tá felt er, verður skotið og svævt. Eitt ílæt at røra blóðið í stendur klárt, og so gongur tað bara sína gongd. Tá liðugt er at bløða, verður høvdið skorið av. Eitt sindur av blóði er komið í ullina, so tað verður skorið burtur, áðrenn høvdið verður lagt til síðis. Kroppurin verður fluttur yvir á leysa flettingarborðið, og skolað verður eftir gólvinum. Tað er so nógv arbeiðsligari, tá hildið verður reint alla tíðina. Og matframleiðsla er hetta jú, so tað skulu ordiligar umstøður til. Rist verður omanfyri. Frambeinini fáa ein skurð um knæliðið aftantil, og kvívurin verður settur undir skinnið og skorið verður fram um hálsin. Haðani niður eftir, til sprett er heilt oman. Síðan verður hitt frambeinið tikið, men nú er bara at spretta fram um hálsin. Eitt lítið sindur av skinninum verður loyst frá hálsinum, soleiðis at til slepst við nevanum at tumma. Maðurin er vandin og leggur ein klút um hálsin á fyri soleiðis at verja kjøtið móti óneyðugari dálking. Blóð og ull síggja ikki serliga væl út á krovinum, tá tað er komið at hanga í hjallinum. Tað ræður um at koma aftur um bógvin úttan at paða. Ofta er tað her, onkur biti fer upp í skinnið. Men tað gongur bara væl, og so er sloppið. Næsta takið er at koma runt reyvina. Tá ræður mest um at røkka, og eisini tað plagar at bera til. Tá skinnið so er loyst, verður sprett upp, skinnið lagt væl niður við borðinum, so ull ikki kemur at kjøtinum, og afturbein og hali loyst frá. Áðrenn opað verður, er at fáa leysablóðið úr kroppinum. Ein skurður oman eftir hálsinum. Knívurin verður stungin undir skaftið inn undir bringuna, tikið verður í sperrurnar og lyft upp aftan. So verður opað. Nú skal ansast væl eftir, at hol ikki verður sett á vombina, tí tað kann verða eitt sindur ótýdligt. Bæði til lukt, og ikki minni um gor kemur í tálgina ella kjøtið. Vit skera fótamør. Eitt lítið hol beint undir bringuni, soleiðis at fingurin sleppur innum. Lyft verður í, áðrenn knívurin verður settur í og skorið verður oman eftir ljósu rípuni aftur við síðuni. Nú er spennandi at vita, hvussu feitt er. Vomb og garnar detta út, og eitt sindur av netju er. Kanska tað fer at roynast. Netjan verður tikin, áðrenn bringan verður klovin. Tað er líkasum eitt sindur reinligari, tá mørurin verður loystur, og skivað verður, at eingin tálg er, sum gerst blóðug. Knútur verður gjørdur á vælindi, áðrenn tað verður loyst, og vombin tikin úr. Tann royndi fletingarmaðurin tekur so nær krovinum, at miltið fylgir við vombini. Gallið er einki at goyma, so tað verður tikið beinanveg. Tað er so nógv ruddiligari og arbeiðsligar, nú vombin er burtur. Fótamørurin verður loystur. Veðurlamb er, so hvítanýruni verða tikin frá, áðrenn hann verður lagdur á fatið, har netjan longu liggur. Kokan verður klovin. Ansast skal nú eftir ikki at seta hol á bløðruna, og tað gongur eisini væl. Nú eru tað garnarnir, sum skulu úr. Eitt sindur hevur nýggja tíðin tó gjørt vart við seg her. Sperðil verður ikki gjørdur, og garnmørin verður ikki hugsað um. So her verður gjørt skjótt av. Sperðilin verður loystur fram at garnmørinum. Skorið verður leyst í kokuni, og so verður øll garnarúgvan tikin í einum og beind burtur. Nú liggja nýrumørini berir, og teir síggja bara heilt hampiligir út. So man far at roynast, verður tosað. Teir verða tiknir. Annar aftur eftir og hin frameftir. Ein skurður inn í nýruni, og hindin verður smoygd uttan av teimum. Og so er bara mørurin eftir. Turkað verður aftur, tí eitt sindur av blóði liggur eftir, og so verður tindin loyst báðumegin. Lundini verða loyst frá rygginum, og tikið verður í barkan, lyft upp og skorið aftur við rygginum nakað aftur. Síðan verður farið aftur móti kokuni og lundini loyst frameftir, til leyst er. Mørurin verður hondur upp, og hjartað verður klovið, so tað blóðið, sum eftir sitir, rennur úr. Ein sveitalivur er í, sum verður tikin. So verður skivað. Rivini verða við knívi loyst frá rygginum, soleiðis at lættari verður at turka. Tá skivað er, verður krovið vent. Skorið verður upp millum riv og rygg, til hvíta lindin sæst. Síðan verður vágarin loystur. Trý tey fremstu rivini. Skorið verður rundan um herðablaðið. Hetta verður gjørt báðumegin. Tá tað er liðugt, verður sprett oman við hárygginum báðu megin, so opið er. Ein skurður veðrur lagdur tvørtur um, so hálsurin er loystur. Og so er tað mest spennandi eftir. Hvussu man vektin fara at roynast? Tað er so ymiskt. Onkur verður skuffaður, meðan aðrir vaksa eina sponn og hava hug at reypa. Vit bera krovið niðan í hjallin beinanveg. Her verður ikki hongt upp í hitanum. Hevur bara altíð verið gjørt soleiðis. So er ikki tað at siga, um maðkur kemur í. Justinus Leivsson Eidesgaard - justinus@sosialurin.fo Hvilvltennið fekk stórfingna móttøku Hóast eitt sindur av beiskleika, tí føroyingar ikki vildu vera við í fíggingini av skipinum, so eru tað bjartskygdir eigarar, sum í næstum stevna vestur í hav á rækjuveiðu við nýggja skipinum Jústinus Leivsson Eidesgaard Í Lorvík og í eystara parti av Eysturoynni var stórur dagur týsdagin. Seinnapartin týsdaginr kom nýggjasta far í føroyska fiskiflotanum til landið. Tað er Hvilvtenni hjá Kjartan Joensen í Lorvík. Hvørt mannsbarn var á fótum, tá skipið dagaði undan suðri í Lorvíksfirði og kom skúmandi inn móti bygdini. Skipið stingur so djúpt, at ikki ber til at leggja at í Lorvík, men teir gloymdu ikki gamlan sið, at sigla tríggjar ferðir í kring við sólini, ein siður, føroysk skip hava nýtt, tá tey fara nýggjan túr. Hvilvtennið fór ikki beinleiðis á nýggjan túr týsdagin, men legði leiðina inn á Fuglafjørð, har móttøka var fyri skipinum. Hornorkestur spældi og kórsangur ljómaði og Kjartan og hansara menn, sum hava verið undangongumenn innan føroyska rækjuveiðu, stóðu rørdir á brúnni, áðrenn landgangurin spakuliga var heysaður niður á brúnna. Og Hvilvtenni sá veldugur út, har hann lá við bryggju í Fuglafirði. Hetta er eitt av teim størstu skipunum í landinum, halda við stóra svartkjaftatrolaran hjá JFK- trol, Næraberg, uttanfyri. Her er nýggjasta tøknin innan rækjuveiðu og tilvirkan av rækjum savnað á einum stað og djúpt niðri í skipinum liggja 7500 hestar og bíða eftir at sleppa á royna seg á sløttu undirsjóarfjøllunum og í líðunum á Flemmish Cap, vesturi í Atlantshavi. Fleiri manns hava verið leingi saman við Kjartan og fiska. Kokkurin á myndini, Gunnar Svartá hevur verið við frá byrjan fyrst í sjeytiárinum. Vónbrotin Undir hátíðarhaldinum og fyri Sosialinum í seinastu viku gjørdi Kjartan Joensen, reiðari, greitt, at hann er sera vónbrotin av, at Framtaksgrunnurin ikki trúði á hansara verkætlan, tá ið hann fór undir at fyrireika byggingina av nýggja Hvilvtenni. Tað bar snøgt sagt ikki til at fáa nakran at seta í skipið í Føroyum. Tí heitti hann á Frank Uhrenholt, sum er virkin innan rækjuvinni, at seta í skipið og hann eigur í dag 33 triðingin í skipinum. Nógvur eginpeningur er í Hvilvtenni og vónirnar fyri at skipið fer at bera seg eru góðar Vit hava fingið eitt vakurt og effektivt skip, segði Kjartan Joensen, við Sosialin, seinasta fríggjadag, tá skipið gjørdi klárt at fara úr Noregi. Og hann legði afturat: Oljuprísurin er ikki heilt við okkum í løtuni, men tað kemur eisini ann upp á hvussu vit hyggja upp á tað. Í 1985 kostaði oljan fyri skip 2.68 kr fyri liturin. Prísurin á rækjum lá tá um 12 krónur fyri kiloið. Í dag hava vit bunkra fyri 2.32 kr. og nú liggur rækjuprísurin um 14 krónru fyri kiloið. Tað hevur sæð verri út fyrr, sigur Kjartan Joensen. Men vit kom at brúka nógva olju. Tá eg byrjaði fyrst í sjeyti árunum við Vesturvarða høvdu vit 460 hestar tøkar. Nú hava við 7500. Lemmarnir tá vóru ikki størri enn eitt kuffert, eg lyfti einum lættliga, og Regin Vágadal hevði lyft báðum sum einki. Lemmarnir viga í dag seks tons hvør, sigur Kjartan Joensen. Vit skrivaðu annars í seinastu viku, at Hvilvtenni skuldi fiska fyri eina millión um dagin tá hann var til fiskiskap. Hetta er sjálvsagt skeivt. Tað skuldi standa eina millión um vikuna. John Johannessen - john@sosialurin.fo Samráðast fyrsta dagin Landsstýrið hevur havt samband við danska forsætisráðið um ávegis samráðingarnar millum Høgna Hoydal og Frank Jensen, og roknast kann við, at fundur verður teirra millum í næstum Útlit eru nú fyri, at samráðingarnar millum danska løgmálaráðharran og føroyska landsstýrismannin í lógarmálum um teirra økir í fullveldismálinum verður hildin í næstum. Talan er um ein ávegis samráðingarfund, sum Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup Rasmussen avtalaðu, eftir at tað var greitt, at tað ikki bar til hjá donsku stjórini at koma til Føroya at samráðast. Embætismannaverkið á løgmansskrivstovuni hevur havt samband við danska forsætisráðið, og væntar sær í dag ella í morgin at fáa at vita, nær tað ber til hjá danska løgmálaráðharranum at koma til Føroya. Økið skal avgreiðast Uppskotið, um at ávegis samráðingarfundir skuldu haldast áðrenn sjálvan samráðingarfundin 26. oktober, eigur danski forsætisráðharrin. Hetta skjýtur hann upp í brævi til løgmans 21. juli, tá hann sigur løgmanni, at tað ikki ber til hjá donsku stjórnini at koma til Føroya at samráðast. Í brævi til danska forsætisráðharran 5. september tekur løgmaður undir við hugskotinum. Men løgmaður setir treytir. Treytirnar frá løgmanni eru, at partarnir skulu koma til eina endaliga politiska støðutakan fyri heimarætt og borgararættindi, umsitingarligt samstarv og gjaldoyrasamstarv. Harafturat kervur løgmaður, at fundirnir síðani skulu verða hildnir í Føroyum. Ætlanin er, at danski búskaparmálaráðharrin, Marianne Jelved, skal samráðast við føroyska fíggjarmálaráðharran, Karsten Hansen, um gjaldoyrasamstarvið. Frank Jensen, løgmálaráðharri, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, skulu samráðast um restina. Eftir, at danska fólkið hevur sagt nei til evruna, og krónan tískil heldur fram at vera gjaldoyra, verður fundurin millum Marianne Jelved og Karsten Hansen mettur at vera óneyðugur. Sum skilst á landsstýrinum, skulu vit tó vænta, at fundurin millum Høgna Hoydal og Frank Jensen verður veruleiki. Væl at merkja, um danski løgmálaráðharrin áðrenn fundin er sinnaður at finna eina felags politiska støðutakan um tey øki, teir á fundinum skulu samráðast um. Stjórnin sigur ósatt Síðani løgmaður sendi danska forsætisráðharranum bræv 5. september, hevur einki formelt brævaskifti verið teirra millum. Og nú knøpp tíð er til samráðingarfundin 26. oktober, eru partarnir farnir at geva hvørjum øðrum skuldina fyri, at eingin av ávegis samráðingarfundunum enn er hildin. Høgt standandi embætisfólk hjá danska forsætisráðharranum søgdu við Sosialin í gjár, at orsøkin til, at fundurin millum Frank Jensen og Høgna Hoydal enn ikki er hildin er, at Frank Jensen bíðar eftir einum útspæli frá Høgna Hoydal til fundin. Frank Jensen var sambært embætisfólkunum annars klárur at koma til Føroya á fund. Hesar grundgevingarnar eru í oyrunum á Høgna Hoydal púra burturvið. Tí føroyingar hava alla tíðina verið klárir at samráðast. Og útspælið, donsku embætisfólkini tosa um, kenna danir frá samráðingarfundunum. Tí heldur Høgni Hoydal tað vera beinleiðis ósatt at siga, at danir bíða eftir føroyingum. Neytalorturin fall til gøtumann Leygardagin skipaði Fuglafjarðar Svimjifelag fyri neytalortakapping úti á Dal. Hetta er nýtt slag av kapping, har tarvur verður girdur inn, og økið luta sundir í smærri øki, ið fólk kunnu keypa sær. Hepni vinnarin er tann, ið >>eigur<< øki, har fyrsti neytalorturin fellur. Kappingin hjá fuglfirðingum var í illveðrinum leygardagin, men koritni komu eini 200 fólk, og tiltakið eydnaðist væl, sigur Øssur Mohr, sum er nevndarlimur í svimjifelagnum. Inn komu 42.000 krónur, sum m. a. verða brúktar til venjarar, sigur Øssur Mohr. Felagið hevur júst sett nýggjan venjara og tveir hjálparvenjarar. Hepni vinnarin av tarvinum var Tórleif Justinussen í Gøtu Fuglafjarðar Svimjifelag hevur 25 ár á baki tann 11. november í ár. Um vikuskiftið skipa fuglfirðingar annars fyri svimjstevnu, har m. a. luttakarar verða úr Klaksvík, úr Gøtu, av Toftum, úr Vági og av Tvøroyri. el Samráðingar millum Føroyar og ES um fiskirættindasáttmála fyri 2000. Samráðingarnar millum Føroyar og ES um sínámillum fiskirættindasáttmála fyri 2001 vórðu í Tórshavn 9.-10. oktober 2000. Samráðingarnar endaðu við, at avtala varð gjørd fyri 2001 um veiðurættindi á júst sama støði sum fyri 2000. Allar kvotunøgdir hjá føroyskum skipum í ES og grønlendskum sjógvi eru óbroyttar, og kvotunøgdirnar hjá ES skipum í føroyskum sjógvi eru tær somu. Tó varð tann broyting gjørd, at ES skip í 2001 - sum eina roynd - fáa møguleika at veiða meira av langasporli og stinglaksi burtur av tí samlaðu longu- og blálongukvotuni; heildarkvotan, 3.600 tons, er óbroytt. Hesin møguleikin verður endurskoðaður undir komandi samráðingum næsta ár við atliti at møguleikum hjá føroyskum skipum at fáa rúmari atgongd at fiska tær kvotur, sum verða avtalaðar millum partarnar. Tann óbroytta avtalan merkir, at føroysk skip eisini í 2001 kunnu fiska ávísa nøgd av makreli burtur av tí føroysku strandarlandakvotuni í ES sjógvi. Hetta var ein stríðsspurningur í samráðingunum fyri 2000, men sum varð loystur eftir 2. samráðingarumfar. Triðjalond - serliga Noreg, sum fiska í tí áður umstríddu leiðini á markinum millum Føroyar og Bretland, hava fleiri ferðir heitt á Føroyar og ES um at fáa eina greiða skipan fyri, hvussu fráboðanarreglurnar eru á hesi leiðini. Higartil hava skipini boðað frá til báðar partar og sama veiðunøgd hevur verið tikin burtur av hjá hvørjum. Nú ein endaliga avtala er gjørd við Bretland um fiskimarkið har á leiðini, er greitt grundarlag hjá Føroyum og ES í fiskirættindahøpi at taka henda spurningin til viðgerðar. Hetta varð gjørt á fundinum í Tórshavn. Semja er m. a. um, at partarnir skulu lata hvørjum øðrum upplýsingar um fiskiloyvi, sum eru latin skipum úr triðjalondum við rættti at fiska í serøkinum, at um báðir partar hava givið skipi fiskiloyvi, verður veiðunøgdin roknað helvt um helvt av kvotunum latin frá hvørjum partinum. Hevur bert annar parturin latið fiskiloyvi, verður øll veiðan roknað av kvotunum latin av hesum partinum, at skip úr triðjalondum, sum hava fingið loyvi at fiska í serøkinum, skulu vera undir fylgisveinaeftirliti, og partarnir skulu lata hvørjum øðrum hesar upplýsingar, at um eitt skip hevur fiskiloyvi frá báðum pørtum, skal hvør parturin útinna eftirlitið (enforce) samsvarandi sínum egnu teknisku reguleringum. Hjáløgd er talva við yvirliti yvir avtalaðu kvoturnar. Fiskivinnustovan 11. oktober 2000. Føroysk rættindi í Rættindi hjá øðrum tjóðum fremmandum sjógvi (tons) í føroyskum sjógvi (tons) 2000 2001 2000 2001 ES Toskur og hýsa 500 500 Annar botnfiskur 3.065 26) 3.065 26) 14.860 31) 14.860 31) Makrelur 4.680 27) 9.600 27) 3.890 4.360 Sild 1.160 28) 1.160 28) Lodna 10.000 29) 10.000 Brisling, rossam. 9.000 30) 9.000 30) Hvít.br., nebbasild 18.000 18.000 Svartkjaftur 62.000 62.000 25.000 25.000 Rækjur 1.150 29) 1.150 29) Tilsamans 109.055 113.975 44.250 44.720 Viðmerkingar : ES 26) Av hesum: 1.740 tons longa, blálonga og brosma, 400 tons annað (sum hjáveiða), 125 tons hemari, 150 tons svartkalvi við Vesturgrønland, 150 tons svartkalvi við Eysturgrønland, 500 tons kongafiskur við Eysturgrønland 27) Av hesum eru tey 4.360 tonsini av føroysku makrelkvotuni, sum er flutt at kunna verða fiskað í ES sjógvi (ICES øki VIa. Frá 1.oktober til 31. desember kunnu 1.580 tons veiðast eystan fyri 4°W (ICES øki IVa norðan fyri 59°N). 28) 660 tons vestan fyri Skotland og 500 tons í Skagerakk 29) Við Eysturgrønland 30) 2.000 tons av brislingi og 7.000 tons av rossamakreli 31) Av hesum: 2.500 tons upsi, 7.000 tons kongafiskur, 3.600 tons blálonga, longa, langasporl og stinglaksi, 1.000 tons flatfiskur (svartkalvi íroknaður), 760 tons annað. Veiðan av langasporli og stinglaksi kann í mesta lagi verða 1.080 tons av blálongu- og longukvotuni. Makrelkvoturnar verða endurskoðaðar, tá strandarlondini hava gjørt avtalu um makrelfiskiskapin í 2001. Nýtt tól fyri hoyribrekað Felagið fyri hoyribrekað hevur ognað sær eina transportabla telelykkju, sum vit ætla at leiga út Ein telelykkja er eitt sera hent hjálpartól til teirra, ið brúka hoyritól. Av røttum áttu allir almennir bygningar at havt teleslyngu, men sum er, eru tað einans nakrar av kirkjunum, samkomuhús og aðrir almennir bygningar, sum t.d. Løgtingið, MBF-húsið, Læraraskúlahøllin og Norðurlandahúsið, ið eru útgjørdir við teleslyngu. Uttanfyri Havnina er uppaftur verri statt. Tað hevur verið ein saknur fyri felagið, at ikki bar til at halda fund, har vit vildu, tí telelykkja ikki var. Vit hava tískil keypt eina telelykkju, sum vit kunnu hava við okkum. Og til tess, at eisini onnur kunnu fáa gleði av henni, hava vit gjørt av at leiga telelykkjuna út. Tey, ið hava áhugað fyri telelykkjuni, kunnu venda sær til MBF. Vit koma at krevja eitt depositum uppá 500 kr., og síðan 100 kr. um dagin í leigu, og tann, ið fær tólið útflýggjað, heftir við síni undirskrift fyri, at vit fáa tólið aftur óskalað. Leygardagin 14. oktober heldur felagið limafund, har tosað verður um nýggja tøkni. Vit fara at tosa um hjálpartól til hoyribrekað í víðastu merking. Til at greiða frá á fundinum hava vit fingið Inu Weesberg frá Hoyrnardeildini á Sernámsdeplinum, Palla Mortensen frá Hjálpartólamiðstøðini, Føroya Tele fer at vísa okkurt av tí, teir selja. Eisini verður telelykkjan, sum felagið hevur útvegað sær, víst framm. Øll er væl komin á fundin og nýggir limir kunnu tekna seg. Hvat er ein telelykkja? Ein telelykkja, ella teleslynga, sum hon eisini verður rópt - er eitt hjálpartól til hoyribrekað. Sum orðið sigur, er tað ein lykkja, sum er íbundin ein forsterkara. Hendan lykkja liggur runt í rúminum og uppfangar tey signal, sum koma úr teirri tráðleysu mikrofonini, sum talarin hevur. Signalið verður leitt gjøgnum lykkjuna runt rúmið og kemur síðan beinleiðis inn í hoyritólið hjá tí hoyribrekaða. Viðmerkjast skal, at tá skal hoyritólið verða sett á T. Tað merkir so, at ljóðið kemur beinleiðis frá tí, ið hevur orðið, og til hoyritólið, uttan at tað skal fara út í rúmið fyrst. Tí slepst undan ekkó, gangi o.s.fr. Vanliga verður telelykkja fest niðri við gólvið, men við hesari, sum flytast kann, verður leidningurin lagdur eftir gólvinum uttan um tey, ið lurta. Upplýsa og ráðgeva teimum ungu Ráðið Fyri Ferðslutrygd hevur seinastu árini gjørt eitt stórt arbeiði millum ung, m.a. at fyribyrgja rúsdrekkakoyring, og hetta metir Blái Krossur so høgt, at Ferðslutrygd skuldi hava blákrossviðurkenningina fyri ár 2000 Týsdagin handaði Ásbjørn Jacobsen frá Bláa Krossi Føroya Peturi Jacob Sigvarsen, formanni í nevndini í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, blákrossviðurkenningina fyri ár 2000. Ásbjørn Jacobsen segði í talu sínari, at tey í sínum arbeiði sóu eina vandamikla gongd, har misnýtararnir gerast alt yngri. Hesum kunnu Blái Krossur og Ferðslutrygd arbeiða saman fyri at forða. Ferðslutrygd ger sítt til at upplýsa og ráðgeva tey ungu um vandarnar við rúsdrekkakoyring. Ásbjørn segði eisini, at hann hevði verið til undirvísing hjá Jón Kragesteen, sum er dagligur leiðari á Ferðslutrygd, og at hon fangaði sera væl tey ungu, sum lýddu á. Petur Jacob Sigvardsen tók ímóti viðurkenningini, og hann segði at hetta bæði stimbrar og fløvar, tí slíkt hendir ikki á hvørjum degi. Teirra aðalmál er at bøta um ferðslutrygdina, og hetta arbeiðið byrjar í barnagørðum og heldur fram í skúlunum. Hann segði eisini um arbeiðið hjá Bláa Krossi, at tað ber ikki so væl til hjá teimum at vísa á nakað úrslit við hagtølum, men at tey trúgva uppá, at tað eisini ber ávøkst. Jón Kragesteen metti, at tað, sum hevði gjørt undirvísingina enn betur, var, at ein ungur maður, ið hevði verið úti fyri eini ferðsluvanlukku, var við í undirvísingini. Hetta fangaði áhugan hjá teimum ungu. Petur Jacob Sigvardsen segði at enda, at Ferðslutrygd legði dent á at hava eitt gott samstarv við onnur á økinum, og at Blái Krossur eisini ger eitt stórt arbeiði innan ferðslutrygd. Elst og yngst saman Tórshavn: Sosiala nevnd í Tórshavnar býráði hevur biðið byggideildina um gera eina ætlan um, hvussu ein vøggustova og eitt eldrasambýli kunnu gerast á sama staði Vallalíð er staðið, har eldrasambýlið og vøggustovan eftir ætlan skulu gerast. Enn er einki samtykt av býráðnum, men sosiala nevnd hevur arbeitt við málinum og biðið um pening til projektering. Um byggideildin kemur við einum góðum uppskoti, verður uppskotið væntandi samtykt í býráðnum. Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd, sigur, at ætlanin er, at bæði eldrasambýlið og vøggustovan skulu fáa gleði av hvørjum øðrum, og tí tekur nevndin stig til at byggja báðar stovnarnar síð um síð. Tað er vøggustovan hjá nonnunum, Stella Maris í Varðagøtu, sum skal flyta í nýggj høli. Arbeiðseftirlitið hevur verið á vitjan og kom til ta niðurstøðu, at hølini vóru ikki nóg væl egnað til vøggustovu, og tí verður væntandi flutt í nýggj høli. Í nýggja bygninginum skal pláss vera fyri fleiri børnum enn nú, men enn er ikki greitt, hvussu nógv børn kunnu fáa pláss. Tað verður greitt seinni, tí ætlanirnar eru langt frá lidnar enn. Sankta Frans skúli hevur tørv á einum frítíðarskúla, og hann skal vera í hølunum hjá vøggustovuni í framtíðini, um uppskotið verður samtykt. Eldrasambýlið er tað fyrsta av sínum slag, og býráðið hevur ætlanir um at gera fleiri. Kunningarfundur um pensión Í samband við altjóða giktadagin fer Giktafelag Føroya at hava limafund um pensiónir í MBF húsinum í kvøld 12. oktober er altjóða giktadagur, sum giktafeløg kring heimin halda. Soleiðis er eisini í Føroyum. Dagurin verður hildin við limafundi í MBF húsinum í kvøld klokkan 19.3o. Í tíðindaskrivi frá Giktafelag Føroya, verður sagt, at felagið fer at brúka dagin til at lýsa pensiónsspurningin úr øðrvísi sjónarhorni. Talan verður ikki um at viðgera pensiónslógina sum so, verður sagt í tíðindaskrivinum. Felagið hevur valt at fáa ein sosialráðgeva av Almannastovuni at greiða frá, hvussu mannagongdin er, tá søkt verður um pensión. Leif Olsen fer at siga fólki frá, hvussu farast skal fram frá tí, læknin hevur staðfest sjúkuna, til øll skjøl eru komin á borðið hjá rætta viðkomandi á pensiónsdeildini Almannastovuni. Nógvir giktasjúklingar fáa pensión, og Giktafelagið hevur fingið nógvar fyrispurningar um, hvussu ein skal bera seg at í hesum sambandi. Hesum fer Leif Olsen at siga frá, eins og hann fer at svara spurningum, fólk kunnu seta honum á fundinum. Eftir fundin verður hugnaløta við einum kaffimunni, sigur Giktafelag Føroya í tíðindaskrivi. Sterkari sól orsøk til alheims upphiting Granskarar eru komnir fram til, at strálingin frá sólini er økt munandi ta seinastu øldina. Hetta er høvuðsorsøkin til alheims upphitingina heldur enn økta nýtslan av fossilum brennievni Við hesum úrslitinum vísa granskararnir aftur, at upphitingin av jørðini kann steðgast við at leggja hægri avgjøld á brennievni. Granskarar eru annars fyrr komnir fram til, at ovurnýtsla av fossilum brennievni hevur verið høvuðsorsøkin til alheims upphitingina, og tí hava fleiri politikarar arbeitt fyri at hækka avgjøldini á brennievni. Tískil eru brennievni vorðin dýrari hjá brúkarunum, og hetta er gjørt fyri at tálma nýtsluni. Økt stráling Orsøkin til, at tað er vorðið heitari á jørðini seinnu árini, er tó heldur økt stráling frá sólini. Tískil verður meira hiti sendur av sólini á jørðina enn áður. Hetta er orsøkin til vakstrarhúsárinið, verður sagt í eini frágreiðing, sum granskarar frá ESA (European Space Agency) hava gjørt. Í granskingini eru upplýsingar frá fylgisveinum og aðrar stjørnufrøðiligar upplýsingar nýttar at prógva, at leikluturin hjá sólini hevur verið undirmettur í øðrum granskingarúrslitum viðvíkjandi vakstrarhúsárininum, sum eru komin fram tey seinnu árini. Nýggju kanningarnar fara at hava stóra politiska ávirkan. Politikarar hava í fleiri ár tikið við ráðum frá granskarum, sum hava sagt, at fyri at minka um vakstrarhúsárinið er neyðugt at hækka avgjøldini á brennievnum og hækka vegskattin. Á tann hátt verður útsendingin av koldioxidi minkað. Granskarar hava mett, at ækta mongdin av koldioxidi í luftini er størsta orsøkin til vakstrarhúsárinið. Seinastu øldina er hitalagið á jørðini økt við 0,6 hitastigum. Granskarar spáa, at henda økingin verður 2 hitastig um hundrað ár. Økti hitin hevur havt við sær, at ein stórur partur av ísinum við báðar pólarnar er smeltaður, og vetrarnir um okkara leiðir eru heldur heitari. Fleiri faktorar Granskingarúrslitini benda á, at upphitingin stavar frá, at mongdin av orku, sum verður send út av sólini, er vaksin munandi. Tað sama er galdandi fyri mongdina av ultraviolettum ljósi. Hetta er hent, samstundis sum at magnetøkið hjá sólini er tvífaldað. Magnetøkið er við til at forða einum stórum parti av teimum kosmisku strálunum, sum eru við til at skapa skýggj, at koma at jørðini. Við tað at færri skýggj eru, sleppa sólarstrálurnar lættari at jarðarflatuni. Ein stórur partur av upplýsingunum er fingnar frá Soho fylgisveininum, sum skrásetir virksemi á sólini. Ein av leiðarunum av verkætlanini, sum eitur Paal Brekke, sigur, at tað at leggja hægri avgjøld á brennievni kann verða gott á onkrum økjum, men at tað ikki fer at hjálpa nakað serligt í stríðnum at halda jørðina so kalda, sum hon er nú. Vakstrarhúsárinið kemst av, at lufthválvið kring jørðina virkar sum glasið í einum vakstrarhúsi, har sólstrálurnar sleppa inn, men hitin verður fangaður inni í húsinum. Hildið hevur verið, at orsøkin til hetta er, at mongdin av koldioxidi í luftini er økt við 30 prosentum tey seinastu árini. Koldioxidið stavar frá bilum, orkuverkum og øðrum motorriknum akførum. Leikluturin hjá sólini var ikki tikin so álvarsliga í hesum sambandi. Granskarar hava fyrr hildið, at samlaða orkan frá sólini bara er økt 0,7 prosent seinastu 150 árini, og at bara ein tíggjundapartur av upphitingini stavar frá sólini. At ultravioletta ljósið er økt 3 prosent er ikki tikið við í kanningarúrslit áður, og tað hevur við sær, at meira hiti verður fangaður á jørðini. Niðurstøðan hjá granskarunum er tann, at sólin er høvuðsorsøkin til upphitingina, sum vit uppliva í løtuni, og at ísurin við pólarnar bráðnar. Tað er ikki økta koldioxidi í luftini, sum fyrr hildið. Enn er ikki greitt hvørjar avleiðingar hetta úrslitið fær, ella um tað verður tikið við í metingarnar hjá politikarum. Heimildarloysi á Almannastovuni Seinasta fríggjadag bar Útvarp Føroya tey tíðindi, at Almannastovan sambært Almanna- & Heilsumálastýrinum í longri tíð í heimildarloysi hevði umsitið persónligar viðbøtur til pensionistar. Keldan til hesi tíðindi vóru tvey "innanhýsis arbeiðsskjøl" hjá Almanna- & Heilsumálastýrinum, sum umvegis løgmann vóru latin landsstýrismálanevnd løgtingsins. Síggi, nú eg havi fingið avrit av skjølunum, at talan er um tvey tilmæli frá fyrisitingini til landsstýriskonuna í sambandi við gerð av eini kunngerð, sum kom í gildi í januar. Eg sat sum stjóri á Almannastovuni um tað mundi, skjølini vórðu skrivað. Tað er undrunarvert, at stjórin á tí stovni, sum skal hava umsitið hetta "heimildarloysi", ikki hevur hoyrt eitt einasta orð grett. Tí má eg koma við hesum viðmerkingum. Skjølini hava yvirskriftina "Tilmæli til landsstýrismannin", og eru dagfest ávikavíst 14. og 21. januar í ár. Tilmælið frá 14. januar sýnist at vera ein fyrsta kladda til tilmælið frá 21. januar, ið umframt av einum fulltrúa, er undirskrivað av bæði fyrisitingar- og aðalstjóranum og landsstýriskonuni. Endurgevingarnar niðanfyri eru úr skjalinum, ið er dagfest 21. januar. "Puslispælið" Tað skal hava "verið eitt størri puslispæl" at gera kunngerðina um persónliga viðbót, "tí so nógv óvæntað ting eru komin fram í sambandi við tað samskifti, sum vit hava havt við Almannastovuna". Tey "óvæntaðu tingini", kundi eg hugsað mær, er eitt økt innlit - veitt av Almannastovuni - í galdandi og áður galdandi lóggávu og umsiting á pensiónsøkinum. Eg skilji væl, at arbeiðið við kunngerðini kann hava verið torført, tí talan hevur verið um at bjarga teim upphæddum sum "gluppu burturímillum", tá skift var frá gomlu pensiónslógunum til nýggju lógina um almannapensiónir. Møguliga var orsøkin til hesa miséru vánaligt lógarsmíð. Møguliga var orsøkin, at aðalstýrið og politiski myndugleikin ikki dugdu at síggja fyri sær tað politiska rok, sum fór at standast/stóðst av skerdu upphæddunum. Tá tað síðan verður sagt, at "tað hava, sambært innanhýsis vegleiðingum hjá Almannastovuni, verið veittar ymiskar viðbøtur til pensionistar, sum eingin beinleiðis lógarheimild hevur verið fyri", so má eg ganga út frá, at meint verður við persónligar viðbøtur, eftirsum hesar eru tær einastu "viðbøtur", sum Almannastovan hevur innanhýsis vegleiðingar til. Og so er heilt einfalt bert at hyggja at §§ 14 og 15, í ávikavíst fólka- og avlamispensiónslógunum, ið fóru úr gildi 1. januar. Hesa greinir heimilaðu greitt Almannastovuni at veita persónliga viðbót til pensionistar, hvørs kor eru serliga trupul. Landstýrið kundi sambært somu lógargreinir gera nærri reglur fyri veitan av persónligari viðbót. Heimildin er varðveitt so gott sum óbroytt í nýggju lógini. Um innanhýsis leiðbeiningarnar hjá Almannastovuni Víðari verður so sagt, at "ilt er at siga, hvussu hesar innanhýsis vegleiðingar eru komnar". At hesi gullkorn - kanska orðað av einum óroyndum fulltrúa - verða undirskrivað og góðkend frá niðastu til ovastu rók í Almanna- og Heilsumálastýrinum, prógva ein rættuliga skelkandi vankunnleika. Skrivligar leiðbeiningar fyri málsviðgerðina máttu í sínari tíð - tær fyrstu í 1987, minnist meg rætt - orðast av Almannastovuni sjálvari, tí landsstýrið og fyrisiting tess ikki gjørdu útfyllandi lógararbeiðið, at áseta nærri reglur fyri umsitingina, har hetta var álagt ella heimilað í lógini! Víst varð til vantandi umsitingarorku í miðfyrisitingini. Skrivligar rætningslinjur fyri málsviðgerðini blivu, m.a. orsakað av skjótt vaksandi umsøkjaratali, meira og meira neyðugar. Serliga fyri rættartrygdina og fyri at tryggja samlíka viðgerð av øllum umsóknum. Málsviðgerðin hevði frammanundan verið tilvildarlig og ósamlík. Og tað er ikki so løgið, tá bygt varð á munnligar yvirføringar millum starvfólk. Tí mátti Almannastovan sjálv, við sera avmarkaðari orku, raðfesta gerð av leiðbeiningum, ið eftir lógini áttu at koma úr landsstýrinum. Innanhýsis leiðbeiningar fyri málsviðgerð av umsóknum um persónliga viðbót hava verið kendar og góðkendar av skiftandi landsstýrismonnum, síðan tær av fyrstan tíð vórðu orðaðar. Síðan eru vegleiðingarnar, um ikki beinleiðis góðkendar (tað skal kærunevndin ikki), so viðurkendar av kærunevndini í almannamálum. Hetta í og við at Almannastovan hevur fingið viðhald í kærum, har avgerðirnar hava verið grundaðar á innanhýsis leiðbeiningarnar. Í teim (lutfalsliga fáu) førum, har kærunevndin hevur tikið avgerðir, ið hava gjørt tað neyðugt at endurskoða onkra reglu, er hetta gjørt og reglan broytt samsvarandi. Danska og føroyska pensiónslógin hava verið einsljóðandi, tá tað kemur til heimildirnar at veita persónliga viðbót. Tí hevur Almannastovan, umframt lóg, viðmerkingar til lógaruppskot, siðvenju vm. eisini havt danskar reglur frá almannamálaráðnum og innanhýsis leiðbeiningar hjá donskum almannaumsitingum at styðja seg til, tá reglurnar vórðu gjørdar. Soleiðis kann stýrið spara sær ómakin at gera " Almannastovuni greitt, at persónlig viðbót framyvir bert kann veitast, um so er, at treytirnar í kunngerðini fyri hesum eru loknar". Treytirnar í kunngerðini - fyrsta partinum - eru ein stytt avskrift av treytunum, sum í nógv harrans ár hava verið fyri at játta hesar veitingar. Treytir, niðurskrivaðar í innanhýsis vegleiðingum Almannastovunar! Ongin ókend regla er í kunngerðini. Kunngerðin Hví er tað Almanna- og Heilsumálastýrinum júst í januar 2000 so umráðandi at gera eina stytta avskrift av innanhýsis vegleiðingum Almannastovunar um persónliga viðbót til fyrsta part av síni egnu kunngerð, tá Almannastovan í tolni hevur bíðað í áratíggju? Fyrisitingin av almannamálum varð yvirtikin í 1975! Okkurt kundi týtt uppá, at partarnir av skrivinum hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum, sum snúgva seg um Almannastovuna, hava til endamáls at leggja tám út yvir tað, ið hevur veruligan politiskan týdning í skrivinum og kunngerðini. Við at lata sum um kunngerðin er neyðug, tí Almannastovan umsitir í heimildarloysi, verður fokus flutt frá veruliga trupulleikanum, nevniliga, at heimildin fyri seinna partinum av kunngerðini er ivasom, um nøkur yvirhøvur. Tí tað er ikki fyrsti partur av kunngerðini, hvørs innihald frammanundan fyriliggur í meiri útgreinaðum innanhýsis leiðbeiningum, ið hevur skund og krevur gjølliga umhugsan. Heldur eru tað tær viðbøtur, ið skulu innførast - sum serligar persónligar viðbøtur sambært §§ 8-13 - sum eru høvuðsørindini við kunngerðini. At heimildin er ivasom, verður beinleiðis viðgingið í skrivinum hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum! Tær fast ásettu upphæddirnar í gomlu pensiónslógini, ið av kleyvarskapi heilt ella lutvíst duttu burtur við nýggju lógini um almannapensiónir, eru nú ásettar við kunngerð. Nú sum serligar persónligar viðbøtur, sum í prinsippinum áttu at verði veittar eftir umsókn frá tí einstaka pensionistinum og meting av tørvinum í tí einstaka málinum, men í veruleikanum verða umsitnar sum fastar veitingar uttan umsókn og meting. Púrt onki "persónligt" er við upphæddunum í kunngerð almannamálaráðharrans. Almannastovan hevur áður útgoldið hesar viðbøtur fult í tráð við gomlu lógina(!), og als ikki "av órøttum", sum sagt verður í skrivinum. Sostatt verður tað, sum áður varð útgoldið sum fastar upphæddir við heimild í lóg, nú útgoldið sum fastar "persónligar" viðbøtur, sambært kunngerð við ivasamari heimild. Tað pensiónslógaruppskotið, sum varð lagt fyri løgtingið undan hesum, og sum var til ummælis hjá ráðum, feløgum, kommunum og Almannastovuni, innihelt allar tær viðbøtur, sum í januar komu inn gjøgnum bakdyrnar við eini ivasamari kunngerð. Fyri at gera tað heila oh so einfalt, bleiv kutað, klipt og skorið í gamla uppskotinum. Og ja, nýggja uppskotið, sum nærum óbroytt bleiv samtykt í løgtinginum 10. mai 1999, sá eisini einfaldari og penari út. So einfaldar og penar vóru avleiðingarnar sum kunnugt ikki. Og skilið er hareftir. Endi Er skrivið frá fyrisiting almannamálaráðharrans um heimildarloysi á Almannastovuni eitt úrslit av vantandi vitan og fatan av innihaldi og samanhangi í gomlu og nýggju pensiónslóggávuni og umsitingini av henni? Ella eru ósannindini um heimildarloysi sett inn fyri tilvitað yvir fyri hægri myndugleika at flyta fokus frá týdningarmesta og mest ivasama partinum av kunngerðina? Er tað samstundis ein klossut roynd at skúgva frá sær ábyrgd av tí lógararbeiði, sum fekk so óhepnar fylgjur? Hví verða pástandirnir um heimildarleysa umsiting á Almannastovuni ikki eftirkannaðir á hægri stað, um ikki annað, so sendir aftur til almannafyrisitingina við áheitan um nærri útgreining, ístaðin fyri at lata pástandirnar ógrundgivnar og óútgreinaðar hanga í leysari luft? Hevur Almannastovan umsitið í heimildarloysi, so er tað ikki fyrr enn við umrøddu kunngerðini frá januar í ár, umframt eini aðrari líka so ivasamari, sum kom í gildi um sama mundi. Og tá lógarásettar pensiónsupphæddir vórðu broyttar fyri at umsita eina skattalóg!, sum varð samtykt nakað aftaná. Sum Almanna- og Heilsumalastýrið gjørdi Almannastovuni púra greitt, at hon skuldi umsita! Tórshavn 9. oktober 2000 Maria Jacobsen fyrrverandi almannastjóri Heitir á Føroyar og Danmark um at semjast segði Óli Breckmann í setunarrøðu í fólkatinginum Niðan á fjallið Røða hildin í løgtinginum undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár Tað eru øll tekin í sól og mána um, at samgongan gerst sperdari bæði á ein og annan hátt fyri hvønn dag sum fer. Tað byrjaði so einfalt tá samgongan bleiv skipað. Nú skuldi alt tað gamla rívast um og lúkast skuldi við harðari hond. Alt skuldi veltast av nýggjum við teytaleysum nærlagni og eftir klokkuklárum mannagongdum. Teir sum fingu maktina høvdu sæð ljósið og tað lovaða landið var í eygsjón og teir fóru beint niðan brekkuna. Lítið løgdu teir i tann veruleika, at neyðugt er at verða umhugsin og verja eyguni í sterkum ljósi. Teir stardu beint í ljósið og nú ganga teir allir og vála uppi undir tromini. Teir flestu eru blendaðir, og høvuðsmennirnir eru starblindir. Og tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn teir fyrstu ganga seg út av eggini. Nakrir fáir av teimum útvaldu vóru tó so umhugsnir og høvdu so mikið av jarðfesti, at teir í allari stillheit vardu sær eyguni móti bjarta ljósinum og hesir sóu skótt at leiðin ikki var farbar og at fylgið dragnaði meir og meir. Í fylginum í negra sóu teir eisini nógvar av sínum egnu steðga á, hyggja seg um og tosa saman, um hvussu best varð at ganga, um alt fylgið skuldi koman niðan á í heilum líki. Teir hoyrdu eisini at onkur av teimun í negra varð farin at hugsa um, hvussu rúmsátt tað mundi vera ovast uppi. Um pláss var fyri teimum øllum, um nøkur skjól vóru haruppi at verja seg afturundir, tá ódnirnar fóru at blæsa øll tey verjuleysu og alt tað, ið leyst var út av tromini. Nøkur í neðra vóru so nasadjørv og hildu seg vita, at tað ovast uppi ikki var meira til av plássi, enn bert akkurat nokk til teir starblindu, teirra nærmastu og nakrir blendaðir. Hesi blivu tó beinanvegin yvirdoyvd við einfaldum poppi frá spindoktarum og øðrum, ið teir starblindu høvdu sett á hvørja sýn og á hvørja rás, so at ongin skuldi hyggja burtur, men bara beint móti ljósinum. Men fylgið byrjaði at treiðskast og fleiri og fleiri hildu uppá, at rættast var at kanna fleiri fjøll og fleiri farleiðir, so vissa kundi fáast fyri, at nóg rúmsátt var í erva, og at tey neyðugu skjólini vóru gjørd, áðrenn farið varð niðan á. Um fjallið var tað hægsta ella ikki, var ikki altavgerandi. Tað mest avgerandi var um pláss var fyri øllum, og at øll høvdu møguleika at liva. Tað, sum tey høvdu sæð higartil bendið ikki á, at teir starblindu hugsaðu um, hvussu fylgið hevði tað í neðra og um hvussu trivnaðurin var. Fleiri av teimum vóru illa gongd og høvdu ampa á sær, tí teir starblindu vildu hava tey at ganga skjótari niðan brekkuna. Tey høvdu vóna at teir ovastu virdu tey so mikið, at tey fingu neyðug hjálpitól, soleiðis at tey kundu ganga sjálv og harvið fáa eitt betri og virðiligari gongulag. Men teir blendaðu og blindu høvdu havt valdið nóg leingið til at tey illa gongdu kundu staðfesta, at onki skuldi nýtast til teirra persónliga suverenitet, alt skuldi nýtast til ta einu fáfongdu politisku ætlanina. Fleiri í fylginum vóru komin so mikið til árs, at teirra førleiki var versnaður so mikið, at tey høvdu solidaritet frá fylginum og leiðarunum tess fyri neyðini. Tey stúrdu fyri, um tey kláraðu niðaná, og um nakað innivist var til teirra. Tey vildu helst ikki liggja nøkrum einstakum til byrðu nú, aftaná eitt langt lív við stríði og strevi fyri egnum suvereniteti. Tey høvdu sanniliga bítt sítt ríkidømi við hini og lati sín part til felagsskapin. Takkalønin var, at tey, av teimum blendaðu og blindu vórðu útnevnd til samfelagsins fígginda nr. 1 Meðan fylgið so smátt dragnaði meir og meir og gjørdist meira og meira hugsunarsamt, so byrjaði fólk at detta oman undan tromini. Tann fyrsti bleiv skumpaður útav av sínum egnu, teimum sjálvrættvísu, tí nú mátti klokkuklári reinleikin í hásæti. Ein, ið skumpaði var so avgjørdur, at hann boðaði frá, at tann næsti skuldi sama veg, um hann ikki helt kósina, uttan mun til hvussu stórir flúrarnir vóru á leiðini. Livst so spyrst. Í leirinum hjá tí formliga leiðaranum stóð onki til. Í eini roynd at stíva leiðaran av móti teimum mest ágangandi undir tromini, kom ein av hansara, ið var hildin egnaður at halda formliga leiðaran vaknan, á vøllin, ið staðin fyri ein, ið hevði sovið sín søta blund undir liðini á formliga leiðaranum. Men onki hjálpti. Teir við veruliga valdinum, sum eisini hava verið so snildir at seta síni egnu á øll stratetisk støð og hava skúgva øll onnur til viks, teir hava givið ordrar til spindoktarar og niður ígjøgnum rekkjurnar, at nú skal spinnast sum ongantíð og síðan skal alt bjálvast við teflon. Einfaldi poppurin ljómar og fylgið í neðraa fær nú lovað skiftisgrunn við fantasiliardum at avloysa veruligar pengar, ið hvørva skjótari enn nakar brýggjar seg um. Eisini fær fylgið lovað aðrar grunnar, m.a.ein til at burturbeina øll sveiggj í búskapinum og so sanniliga eisini ein, ið fylgið sjálvt skal fylla í, til at fíggja egnan aldurdóm. Sum eina tøkk fyri allan vælviljan, skal fylgið harumframt hava skattalætta sum forslær. Fyri at fíggja hetta ævintyrliga blendverkið, skal alt arvasilvuri, sum fylgið eigur og hevur goldið fyri í dýrum dómun, seljast, ongantíð ov skótt og spekulerast skal í øllum felags tilfeingi. Tey, ið fylgið hevur skapt virðini hjá, kunnu framyvir gleða seg enn meira, tá t.d. partafelagsskatturin fer longur niður. Avloysarin, sum er komin undir tromina fyri at fáa lív í formliga leiðaran, gerst alt meira strongdur, tí hann sær, at størsti parturin av fylginum hevur fingið nokk av spinni og teflon og tískil hevur riggað til at fara aðra leið. Fleiri av teirra egnu standa fremstir í fylginum. Hann fær tó ikki lív í leiðaran, ið er farin í coma, og hann hyggur hjálparleysar at, meðan teir blendaðu og blindu bera leiðaran niðan á. Hann sær teir fyrstu ganga útav og beint áðrenn leiðarin verður borðin útav, slær toran niður í hann og hann vaknar við kaldan dreym, men kanska er tað ov seint? Kristian Magnussen løgtingsmaður ODDAGREIN: Føroysk luttøka frá byrjan UM ein mánað skulu oljufeløgini, sum hava fingið boriloyvi á landgrunninum, greiða okkara myndugleikum frá, hvussu tey ætla at fyriskipa sítt arbeiði og her m.a., hvussu tey vilja brúka føroyskar vørur og tænastur. Tað kann tí ikki sigast annað enn, at ráðstevnan, sum verður fyriskipað í Norðurlandahúsinum um tvær vikur, kemur í tøkum tíma. Evnið er nettup spurningurin, hvussu feløgini, sum hava fingið leitiloyvi, ætla at fyrihalda sær til føroysku luttøkuna í nýggju vinnuni. Hvat eru orð, hvat er veruleiki! TAÐ er eingin, sum sigur, at hetta er nøkur løtt uppgáva,. hvørki hjá oljufeløgunum, føroyskum vinnulívi ella hjá myndugleikunum. Her er jú talan um nakað spildurnýtt og nakað, sum vit kanska ikki altíð eru so von við, nevniliga bráddliga at skula kunna vera kappingarfør við ein longu væletableraðan tænastuídnað innan frálandavinnu í umheiminum. TAÐ er greitt, at her er bæði talan um førleika og um vilja. Tað er komið at standa í lóggávuni, at tað, sum hevur við hesa nýggju vinnuna at gera, skal um føroyska bryggjukant og um føroyskan flogvøll, og at útlendsku feløgini eisini eiga at brúka føroyskar vørur og tænastur - í tann mun hesar eru kappingarførar. KOMANDI tíðin er rættiliga avgerandi fyri, hvussu fer at verða farið fram í framtíðini. Tað er nú, at skjøtil verður settur á - at lunnar verða lagdir undir komandi tilgongdina. Áhugavert verður tí eisini at frætta, hvat oljuoperatørarnir hava hugsað sær í sambandi við føroyska luttøku í komandi arbeiðinum. Og eisini í hvønn mun vit sjálvi eru før fyri at veita eina munadygga, dygdargóða og kappingarføra tænastu. Og her hava okkara myndugleikar sjálvandi ein týðandi leiklut sum bindilið og samskiftislið millum okkara egna og tað útlendska. TAÐ er vert at geva øllum spurningum gætur, sum kunnu loysa upp fyri føroyskari luttøku í oljutilgongdini longu frá byrjan. Tað ljóðar, at operatørarnir longu hava gjørt sáttmálar við føroyskar fyritøkur um arbeiði. Í hesum sambandi kundi verið spurt, um hetta eru arbeiði, sum eru boðin út. Vit hava í hvussu er ikki sæð nakrar lýsingar í bløðunum, har nøkur arbeiði eru boðin út. Er tað ikki nettupp politikkurin hjá okkara myndugleikum, at arbeiði í sambandi við komandi oljuvinnu skulu bjóðast út? HÓAST tað er avmarkað, hvussu stóran part av arbeiðinum í sambandi við komandi leiting føroyskar fyritøkur kunnu átaka sær at gera, so eigur útlendski oljuídnaðurin, sum nú kemur inn í føroyskan sjógv, at gera sær púra greitt, at tað er eitt krav úr Føroyum, at føroyskt vinnulív fær somu sømdir og umstøður at medvirka í arbeiðinum sum útlendskar fyritøkur. Tí mugu vit eisini vóna, at operatørarnir gera sær og sínum undirentreprenørum hetta púra greitt. Vónandi seta somu operatørar ikki óneyðuga strong krøv til luttøku í arbeiðunum, soleiðis at føroysku fyritøkurnar ikki kunnu vera við. Vit mugu bara vóna, at vinnulívið og myndugleikarnir fylgja so mikið væl við, at tey tryggja sær, at føroyska samfelagið ikki verður við skerdan lut í sjálvari uppbyggingini av hesi nýggju vinnu. Herí áliggur stór ábyrgd á ikki minst Oljumálastýrinum og fakfeløgunum í landinum. Verður talan um eina týðandi framtíðar vinnu her á landi, so er tað so sjálvsagt, at fólkið her býr skal verða vil at at byggja hana upp og ikki bara vera áskoðarar. Men tá krevur tað so sanniliga eisini av okkum, at vit seta orku av til at menna okkara egnu førleikar. 3rd Tórshavn International Flóvin Tór Næs fekk javnleik móti Irina Krush, og annars eydnaðist nærum øllum føroysku telvarunum at fáa stig í fimta umfarinum av stóru talvkappingini í Norðurlandahúsinum 5 umfar í 3rd Tórshavn International var eitt gott umfar hjá føroyingunum í kappingini. Tað eydnaðist øllum at fáa stig, uttan Olafi Berg, sum tapti móti landsliðstelvaranum Ólavi Simonsen. John Arni Nilssen helt javnt móti altjóða meistaranum Leif Erland Johannesen, tá hann í endatalvinum við manni minni fekk ævigt skák. Flóðin Tór Næs telvaði javnt móti Irinia Krush USA, sum gjørdist víðakend eftir at hava skotið upp ein leik fyri restina av heiminum, í talvinum móti Kasparov á alnótini. Heimsmeistarin segði eftir talvið, sum hann vann, at um heimurin hevði fylgt hennara uppskoti, var talvið helst enda javnt. Hetta nervaði tó ikki Flóvin, sum tók av jøvnum aftaná heilar 165 leikir! Eisini Carl Eli Nolsøe Samuelsen fekk eitt gott úrslit tá hann telvdi javnt í yvirkantinum móti John Rødgaard. Besti føroyingurin eftir fimta umfar er sostatt skopuningurin og fyrsta borð á landsliðnum, John Arni Nilssen, við 2,5 stigum. Í toppinum var sera spennandi talv millum oddafiskin og stórtalentið Grischuk RUS og nummar tvey Ponomariov UKR. Hvørgin hevði tapt nakað talv higartil og báðir høvdu víst sannførandi telving í heimsklassa. Tað var russarin Grischuk sum endaði omaná, í einum hvøssum og hugtakandi álopstalvið. Hann lat fólkið hjá sær standa í deyða, og fór heldur beint eftir konginum hjá Ponomariov. Hetta eydnaðist til fulnar, tá hann loksins megnaði at seta mótsøðumannin hjá sær í eitt sjáldsamt og vakurt kvalt mát. Grischuk RUS er einsamallur á odda við 5 stigum. Honum á baki kemur Baburin IRL við 4 stigum. Telvað verður aftur mikudagin 11/10 klokkan 13:00 í Norðurlandahúsinum. Upp og niður við B71 Tað er vorðið alsamt meira vanligt, at fótbóltsspælarar bara krevja frá felagnum, uttan at teir eru hugaðir at taka eina hond í uttan fyri vøllin, heldur Eli Hentze, sum kennir alt til at stríðast bæði á og uttan fyri vøllin. Í 14 ár hevur hann spælt besta liðnum hjá B71 Hann var við á ævintýrferðini hjá B71, tá felagið eftir fýra árum spældi seg úr 3. deild og upp á toppin í 1. deild, og hann er framvegis við, nú sandingar meira stríðast fyri lívinum í 1. deild enn heiðursmerkjum. 31 ára gamli Eli Hentze er ein av teimum royndu spælarunum í føroysku fótbóltskappingini. Hann hevur í 14 ár spælt á besta liðnum hjá B71, hann hevur roynt seg sum venjari, og hann er eisini í nevndini hjá B71. Hann heldur, at alsamt fleiri føroyskir fótbóltsspælarar eru forkelaðir. Gongdin seinnu árini hevur verið, at nú eru tað spælararnir, sum seta krøv til feløgini og ikki øvugt. Vit fáa fleiri forkelaðar spælarar, og tá tað fer at síggjast aftur á vøllinum, er tað vorðið ein trupulleiki, heldur Eli Hentze. Pengar kunnu skapa betri umstøður, men tað merkir ikki tað sama sum, at vit fáa betri fótbóltsspælarar uttan víðari. Fingu ferð á Eli Hentze hevur spælt við B71 øll árini, og tað fer hann helst eisini at gera restina av tíðini, hann verður aktivur. Felagið hjá sandingum, sum varð stovnað í 1970, hevði sína stórtíð frá miðskeiðis í áttatiárunum og upp í nítiárini. Øll árini fram til 1986 spældi felagið í triðbestu fótbóltsdeildini, men so fór okkurt at henda í Sandoynni. Liðið vann sær uppflyting til 2. deild í 1986, og tað varð mett sum eitt stórt framstig. Eg minnist, at vit fegnaðust um, at vit nú sluppu at royna okkum ímóti besta liðnum hjá fuglfirðingum og øðrum. Tað er stuttligt at minnast afturá, sigur Eli Hentze. Í 1987 endaði B71 sum nummar trý í 2. deild, men árið eftir bragdaði hjá teimum. Teir vunnu sær uppflytingina til bestu føroysku fótbóltsdeildina, og tað var størsta hendingin í søguni hjá felagnum. At tað framvegis var nógv gott í væntu, vóru tey á Sandi ikki heilt greið yvir tá. Vit vistu, at vit høvdu eitt gott lið, men vit hugsað ikki so nógv um, um vit nú fóru at standa okkum væl ella ikki. Tað vísti seg bara, sum at liðið mentist, so hvørt sum uppgávurnar gjørdust størri, heldur Eli. Vánalig fyrireiking Fyrireikingin til fyrsta árið hjá B71 í 1. deild mátti gerast alla aðrastaðni enn á teirra vanliga heimavølli, tí undan kappingini í 1989 varð graslíki lagt á vøllin. Flaggdagin í 1989 varð vøllurin tikin í brúk, og tað varð gjørt við einum vinardysti ímóti HB. Hesin dysturin gav ikki sandingum tær størstu vónirnar til uppihaldið í 1. deild, tí HB vann dystin 4-1. Dysturin gjørdi, at vit broyttu spælistíl. Vit høvdu hug til at leypa rættiliga ógvusliga á, men eftir hendan dystin fingu vit eina meira bíðandi spælistíl, har vit løgdu okkum eftir skjótum mótálopum, tá vit fingu bóltin, greiðir Eli frá. Fyrsti dysturin í 1. deild varð spældur á Sandi. Hann var ímóti B68, og hóast toftamenn komu fram um 1-0, eydnaðist tað sandingum at javna til 1-1, sum eisini var endaliga úrslitið. Eftir hendan dystin var B71 ikki til at steðga, og teir fóru ósigraðir ígjøgnum landskappingina. Tað var eitt fantastiskt tíðarskeið, tí tað gekk bara uppeftir. Nógvir av spælarunum á liðnum høvdu spælt upp gjøgnum allar ungdómsdeildirnar, og nú savnaðust teir á besta liðnum, og tað endaði við, at vit høvdu eina sera sterka stammu á liðnum, greiðir Eli Hentze frá. Niðurtúrurin B71 vann meistaraskapin hetta árið, og tað var fullkomiliga óvæntað, at lítla felagið av Sandoynni skuldi strúka avstað við gullinum, fyrsta árið, tað var í 1. deild. Árið eftir gjørdist ein veruligur niðurtúrur fyri felagið, tí teir endaðu aftur í 2. deild, bara eitt ár eftir, at teir vóru blivnir meistarar. Eg minnist, at ein tann fyrsti dysturin í 1990 var í Havn ímóti HB. Tað var ein tann besti dysturin, vit nakrantíð hava spælt, men vit taptu 2-0. Okkurt blað skrivaði, at tað var okkara Waterloo, og tað vísti seg, at vit ongantíð komu fyri okkum aftur tað árið. Eg dugi ikki at greiða frá, hvat tað var sum ikki riggaði hjá okkum, sigur Eli Hentze. B71 vann 2. deild í 1991 og komu so uppaftur í 1. deild, har teir hava verið so at siga avbrotið síðani. Í 1998 var B71 aftur í 2. deild, men vann sær beinanvegin uppflytingina til 1. deild. B71 vann steypakappingina í 1993, og tað gjørdist ikki til fleiri sigrar, hóast liðið líka fram til 1995 var við til at mynda oddan í føroysku fótbóltskappingini. Vit fingu alt ov lítið burtur úr tí góða liðnum, sum vit høvdu øll hasi árini. Vit løgdu nógv fyri til venjing og dyst, men tað eydnaðist okkum ikki at vinna fleiri meistaraskap ella steypakappingar, hóast vit vóru nær fleiri ferðir, sigur Eli Hentze. Kunnu fáa eitt sterkt lið aftur Seinastu tvey árini hevur B71 ligið í botninum í 1. deild. Teir hava bæði hesi árini hildið seg oman fyri tvey tey aftastu liðini í bestu deildini, og á tann hátt hava teir hildið seg fríar av niðurflytingini. Líkt er til, at hetta er vorðin leikluturin hjá B71 í 1. deild, hóast Eli Hentze sær størri møguleikar fyri sær. Í ár hevur verið lítil munur millum okkum og hini liðini. Høvdu spælararnir klárað at givið eitt sindur afturat í ár, ivist eg onga løtu í, at vit høvdu verið longri uppi á stigatalvuni, heldur hann. Umstøðurnar hjá okkum at spæla undir eru ikki tær bestu, tá umleið helvtin av spælarunum er í Havn. Vit fáa ikki altíð vant saman, og tað er ein trupulleiki. Men vit høvdu eitt so frætt lið í ár, at vit kundu havt fingið nógv fleiri stig, um vit veruliga vildu eitt sindur meira, heldur Eli Hentze. Men hvussu er so við møguleikanum aftur at fáa eitt slíkt lið, sum B71 mannaði síðst í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum. Tað ber til, men tað fer at krevja nógv av teimum spælarunum, sum skulu vera við. Liðið sum vit høvdu tá var mannað við spælarunum, sum vóru sera seriøsir, og sum veruliga vildu koma langt. Fáa ov lítið burtur úr Allan Simonsen Eli Hentze heldur, at føroyskur fótbóltur flytir seg rætta vegin í løtuni. Landsliðið hevur gjørt stór framstig, men frágreiðingin til tað er sjálvandi, at nógv fleiri spælarar enn áður nú spæla í útlendskum feløgum. Tað hevur skundað undir framgongdina hjá landsliðnum, heldur hann. Tað eru bæði fyrimunir og vansar við, at nógvir av teimum bestu føroysku spælarunum spæla í útlandinum. Landslið fær stóran ágóða av tí, og fleiri ungir spælarar sleppa fram at í feløgunum, men tað merkir eisini, at føroyska kappingin ikki er so góð og sterk, sum hon kundi verið. Gongdin í føroyskum fótbólti hevur havt við sær, at tá kappingarárið er av, tá veist tú ikki, hvørjar spælarar tú hevur í felagnum næsta ár, tí tað er vorðið so vanligt at skifta felag. Men hóat tað gongur rættan vegin, saknar Eli Hentze eina meira miðvísa ætlan fyri, hvussu fótbóltsspælið í Føroyum skal menna seg. Fótbóltssambandið skuldi havt ein væl kvalifiseraðan persón, sum kundi stuðla feløgunum meira. Viðkomandi skuldi verið eitt slag av konsulenti, sum ferðaðist runt til feløgini, og sum var við til at skunda undir menningina, heldur Eli. Hetta var kanska partvís ætlanin, tá Allan Simonsen varð settur sum landsliðsvenjari, men tað er stórt spell, at feløgini ikki fáa meira burtur úr einum manni, sum hevur havt so stóran týdning fyri danskan og nú eisini føroyskan fótbólt. Barnafótbóltur diktatoriskur Tá prátið fellir inn á ungdómsfótbólt, hevur Eli nakrar avgjørdar meiningar. Mær dámar væl at hyggja, tá børnini spæla fótbólt, men mær dámar ikki, at tað verður lagt so nógv upp til, at sjálvt tey smæstu skulu vinna. Sjálvandi skulu vit eisini hava vinnaramentalitetin, men vit nýtast ikki at leggja so stóran dent á hann, tá tað snýr seg um tey yngstu, heldur Eli. Barnafótbóltur er alt ov diktatoriskur, og tað er ikki tí, at fólk meina tað illa, men tað verður bara hildið at vera rætt, at børnini alla tíðina skulu fáa at vita, hvønn veg tey skulu venda, og hvat tey skulu gera. Venjingarnar skuldu verið meira demokratiskar, so børnini fingu møguleikan at mennast bæði í beinunum og í høvdinum. Eg byrjaði at spæla í B71, tá eg var 10 ára gamal, men áðrenn tað hevði eg spælt bólt allastaðni á Sandi. Eingin segði mær, nær eg skuldi renna til vinstru ella til høgru. Stuttligt at talentini sleppa at royna seg Seinnu árini er tað vorðið alt meira vanligt, at ungir føroyskir fótbóltsspælarar sleppa til útlandið at royna seg í stórum og kendum feløgum. Hesin áhugin stavar fyrst og fremst frá, at føroyska A-landsliðið rættiliga hevur sett Føroyar á Europakortið, men eisini tí, at ungdómslandsliðini hjá FSF eru við í altjóða kapping og standa seg væl, hóast tað er langt ímillum sigrarnar. Eg haldi, at tað er stuttligt, at ungir fótbóltsspælarar sleppa at royna seg uttanlands, men vit eiga at ansa okkum eitt sindur, tí europeisku stórfeløgini eru ikki nakað sosialt fyritakandi, sigur Eli Hentze Tað er umráðandi, at hesir spælarar og foreldur teirra vera væl upplýst, tí her er eisini talan um børn, sum verða send til útlendsk feløg. Lítið felag øðrvísi B71 er einki europeiskt stórfelag, hóast felagið hevur roynt seg í europeiskum fótbólti. B71 telist millum tey smáu feløgini í landinum, og tað eru tað eisini fyrimunir við, heldur Eli Hentze. Tað kann verða ein styrki at spæla fyri eitt lítið felag, tí tú veitst, at tað liggur ábyrgd á tínum herum, bæði á vøllinum og uttan fyri vøllin. Og soleiðis er tað sum heild, tá tú býrt í einum lítlum samfelag. Tú verður biðin til nógv ymiskt, sum tú kanska ikki altíð tímir, men sum tú hóast tað verður drigin inn í. Men tá tað snýr seg um sjálvt liðið, so er tað helst ikki so nógv øðrvísi enn í teimum stóru feløgunum, tí bæði í stórum og smáum feløgunum eru tað tey, sum beinleiðis hoyra til liðið, sum skulu syrgja fyri at fáa tað at bera til, sigur Eli Hentze. Og á Sandi er Eli ein av teimum, sum í nógv ár hevur tikið eitt tak fyri at fáa B71 at bera til. Hann hevur verið íðin á fótbóltsvøllinum, men hann hevur eisini verið við, tá tøk skulu takast uttan fyri vøllin. Men soleiðis er tað í einum lítlum felag, sum ætlar sær at spæla við. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Reisa frystihotellið Frystihotellið á havnarlagnum í Kollafirði verður væntandi klárt at taka í nýtslu fyrst í komandi ári. Bygningurin verður nú reistur Kollafirði Høgir stálbjálkar eru komnir at standa á nýggja havnarlagnum uttan fyri Vestsalmon í Kollafirði. Tað er nýggja frystihotellið, sum verður reist. Tað er eitt felag í Hollandi, sum saman við Janusi Norðberg úr Havn byggir frystihotellið. Janus Norðberg sigur, at grundin til, at hetta frystihotellið verður bygt, er, at teir mettu, at tørvur var á hesi tænastuni. Tað verður rættiliga nógvur fiskur umskipaður í Norðuratlantshavi, sum ikki altíð verður avgreiddur líka rationelt, sigur hann. Sum dømi nevnir Janus Norðberg øll skipini, sum plaga at liggja í Nolsoyarfirði. Ofta leingi í senn. Tað er rættiliga dýrt hjá hesum skipunum at liggja og bíða eftir farmaskipum, samstundis sum tað er óarbeiðsligt hjá farmaskipunum at skipa inn í Nólsoyarfirði. Var eitt stað, har fiskiskipini kundu lagt upp og so sloppið avstað aftur beinanveg, hevði tað spart teimum nógva tíð. Samsundis hevði tað eisini verið rættiliga nógv lættari hjá farmaskipunum at lasta frá landi. Hesa tænastuna kunnu vit bjóða teimum um stutta tíð, sigur Janus Norðberg. Frystihotellið í Kollafirði verður 27.000 rúmmetrar til støddar. Alt eftir, hvør vøran verður, sum goymd verður, fara eini 8.000-10.000 tons at kunna liggja á goymslu samstundis. Verkætlanini fer at kosta umleið 21 milliónir krónur, sigur Janus Norðberg. Eini seks-átta fólk fara at arbeiða fast á hotellinum, tá farið verður í gongd. Umframt verður væl meira av arbeiði, tá lossað verður, sigur hann. Tey, sum koyra framvið Langasandi í Kollafirði, hava lagt merki til, at bygningurin, sum reistur verður, er rættiliga høgur. Hetta er bara ein partur av samlaða bygninginum, sigur Janus Norðberg. Tann parturin, sum nú er reistur, er 12 metar høgur, meðan lægri parturin verður átta metrar til hæddar. At hesin parturin er so høgur, kemst av eini reolskipan, sum kann flytast. Á sama hátt sum í einum vanligum arkivi, har hillaranar verða fluttar eftir gólvinum fyri at gagnnýta alt plássið. Og hendan skipanin er rættiliga høg. Bygningurin er gjørdur í Finnlandi og keyptur gjøgmum eina norska fyritøku, sum eisini setir hann upp. Kravdi skipara eftir ølklubbaskatti Hóast eg bert dugi trý greb á einum gittara, og klári akkurát "Ja, Rasmus, og Eitt sunnukvøld í Plantasjuni," so eri eg tvær reisur í ár kravdur eftir skatti, fyri inntøku, sum eg skal hava vunnið fyri at spæla til dans í ølklubbum í Havn, sigur Suni Eliassen, skipari í Oyndarfirði Jústinus Leivsson Eidesgaard Oyndarfjørður: Súni Eliassen, lorvíkingur, giftur og búsitandi í Oyndarfirði, klóraði sær rættuliga í nakkanum, tá ið hann fyrst í mars í ár fekk bræv frá Toll og Skattstovu Føroya, har hann fekk at vita, at Toll og Skattstovan, í samband við eftirlitskanningar hjá klubbum, dansihølum o.ø., er komin eftir, at tónleikabólkurin Bacon hevur havt inntøku í samband við tónleikarvirksemi. Toll og Skattstovan skrivar víðari, at hon hevur upplýsningar um, at Súni Eliassen er ein av tónleikarunum í bólkinum. "Tað eg kenni til "Bacon" er tað baconið, sum verður brankað á eini pannu og so ikki meira. Eg tónleikari? Eg eigi gott nokk ein gittara, men eg dugi bert trý greb, C,G og F og eg klári so dánt at spæla "Eitt sunnukvøld í plantasjuni" og "Ja, Rassmus," men tá skal eg vera einsamallur. At eg enntá skal vera tónleikari í einum tónleikabólki, tað er heilt við síðuna av, sigur Suni Eliassen, sum í tí dagliga er skipari á oljuskipinum Magn, ið flytir olju millum Føroyar og Danmark. Í tríggjar dagar var Suni Eliassen tónleikari á hesum sinni. Hann fær bræv nakrar dagar seinni, tað er dagfest 3. mars í ár, har Toll og Skattstovan orsakar mistakið . Hetta hendir eftir at Suni 2. mars í brævi hevur bedýrað yvirfyri skattavaldinum, at hann als ikki er tónleikari, hevur ongantíð verið tað og fer heldur ongantíð undir hetta yrki. Nýggj tilnevning So ganga seks mánaðar, við tí heitasta summarinum menn vita um, og Suni Eliassen er skipari og alt er sum vanligt. Men eitt bræv frá Toll og Skattstovu Føroya, sent frá Eysturoyar øki, daterað 30. august 2000, broytir enn einaferð gerandisdagin hjá skiparanum úr Oyndarfirði. Brævið er eitt sokallað ætlanarskriv og viðvíkir sjálvuppgávuni hjá Suna Eliassen fyri 1996 og 97. Í brævinum verður nevnt, at í samband við eftirlitsvitjan hjá skattavaldinum í ølklubbanum Tórshøll, er komið fram ,at Suni Eliassen hevur havt inntøku av tónleiki frá tónleikabólkinum "Kallar". Og at hetta sambært grein 25 í skattalógini er skattskyldug inntøka. Eg eri totalt ómusikalskur og havi ongantíð verið limur í nøkrum tónleikabólki, enn minni tónleikabólkinum "Kallar", sigur Suni Eliassen. Eg vendi mær til Toll og Skatstovuna í Eysturoynni og 19 dagar seinni fekk eg skriv, har stovan játtar, at eg ikki eri tónleikari. Teir bóðu ikki eingang umbering fyri mistakið, tað kundu teir nú havt ómakað sær, sigur Suni Elliassen. Nú bíði eg bert eftir hvat næsta brævið hjá Toll og Skattstovu Føroya fer at snúgva seg um, sigur Suni Eliassen at enda. Helena má kannast ókeypis Fíggjarnevndin er samd um at mæla tinginum frá at játta løgmanni 400 túsund krónur til at fáa ein advokat at gera eina løgfrøðisliga meting av handfaringini hjá Helenu Dam á Neystabø av pensjónsmálinum Løgmaður fær í fyrstu atløgu ikki tað løgfrøðisliga grundarlagið, hann hevði ætlað, at taka støðu út frá í málinum um handfaringina hjá Helenu Dam á Neystabø av pensjónsmálinum. Hetta er greitt, eftir at fíggjarnevnd løgtingsins hevur viðgjørt eykajáttanaruppskotið hjá landsstýrinum fyri september. Álitið hjá fíggjarnevndini er enn ikki lagt fyri tingið. Men Sosialurin hevur fingið váttað frá limum í fíggjarnevndini, at tað er ein samd nevnd, ið mælir løgtinginum frá at játta løgmanni tær 400 túsund krónurnar, ið krevjast fyri at tað skal bera til hjá løgmanni at fáa ein løgfrøðing at meta um, í hvønn mun Helena Dam á Neystabø hevur brotið landsis lógir í pensjónsmálinum. Góðtekur ikki frágreiðingina Landsstýrismálanevndin, ið er amboð hjá løgtinginum at halda eftirlit við landsstýrinum, viðgjørdi fyrr í ár málið. Men løgmaður er ónøgdur við frágreiðingina frá landsstýrismálanevndini. Orsøkin er, at landsstýrismálanevndin í staðin fyri at gera eina beinleiðis niðurstøðu í málinum setir fram nakrar spurningar, ið geva eina ábending um, at Helena Dam á Neystabø hevur borið seg skeivt at. Løgmaður heldur ikki, at hetta er nóg mikið til, at hann kann taka eina støðu í málinum. Tí hevur hann biðið tingið um 400 túsund krónur, so hann kann seta ein óheftan løgfrøðing at kanna, um landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur umsitið síni málsøki á lógligan og fullgóðan hátt. Fylgir løgtingið tilmælinum frá fíggjarnevndini, fær løgmaður onga óhefta frágreiðing, og má hann tí í staðin finna aðra loysn á málinum. Roynir við 13 tingmonnum Sosialurin hevur spurt løgmann, hvat hann fer at gera við hetta nógv umrødda mál, nú tað letur til, at hann ikki fær pening játtaðan til óheftan løgfrøðing gjøgnum eykajáttanaruppskotið. Fái eg ikki peningin, havi eg ein møguleika eftir. Tað er at fáa 13 tingmenn at heita á løgtingið um at gera eina løgfrøðisliga kanning av málinum, sigur løgmaður. Um hetta ikki eydnast, heldur løgmaður seg ikki hava nakað grundarlag at taka støðu út frá. Hann heldur seg ikki hava nakað, ið beinleiðis prógvar, at Helena Dam á Neystabø hevur borið seg skeivt at. Innanhýsisskjøl frá embætisfólkum hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum siga, at Helena Dam á Neystabø hevur verið á kant við lógina, men tey staðfesta ikki, at hon hevur brotið lógina. Tí heldur løgmaður ikki, at hesi skjøl kunnu nýtast sum grundarlag. Løgmaður hevur ábyrgdina Um løgmaður fær óhefta niðurstøðu frá løgfrøðingi sum grundarlag undir síni støðutakan ella ei, so er tað løgmaður, sum sambært stýrisskipanarlógini hevur ábygdina av sínum landsstýrismonnum. Hetta staðfestir løgfrøðingurin, sum fíggjarnevndin undir viðgerðini av eykajáttanaruppskotinum, hevur biðið gera sær eina løgfrøðisliga meting av málinum. Løgfrøðingurin, Sjúrður Rasmussen, staðfestir í frágreiðing síni, at >>løgmaður ikki kann kasta ábyrgdina frá sær við at seta ein óheftan serfrøðing at gera eina niðurstøðu. Hann má sjálvur gera eina niðurstøðu um serfrøðingaúrslitið, og um niðurstøða hansara eigur at fáa rættarligar ella politiskar avleiðingar.<< Serfrøðingaúrslitið, løgfrøðingurin nevnir, er úrslitið hjá landsstýrismálanevndini. Tískil liggur málið um embætisførsluna hjá Helenu Dam á Neystabø í seinasta enda á herðunum hjá løgmanni einsamøllum. Tí løgmaður ger einsamallur av, um hann velur at seta landsstýrismann frá, og tað er eisini ein rein politisk meting, um løgmaður velur at seta ein landsstýrismann frá. Harafturat kann løgmaður sambært stýrisskipanarlógini verða drigin fyri nevningating, um tað vísir seg, at landsstýrismaður hevur borið seg skreivt at, og løgmaður einki hevur gjørt við tað. Bara bíðar Helena Dam á Neystabø hevur ongar ætlanir um sjálvt at heita á løgmann um at verða loyst úr landsstýrissessinum, hóast nógva rokið, sum nú í skjótt eitt heilt ár hevur verið um nýggju pensjónslógina. Eg havi valt bert at hyggja frameftir og leggja mína orku í mál, sum skulu loysast í løtuni, sigur Helena Dam á Neystabø. Um tað fær avleiðingar fyri samgonguna, um løgmaður velur at siga hana úr landsstýrissessinum, veit Helena Dam á Neystabø ikki. Hatta er ein spurningur, sum fer at verða viðgjørdur í flokkinum, um hann verður aktuellur, sigur Helena Dam á Neystabø. John Johannessen - john@sosialurin.fo Røkka fullveldinum á annan hátt Málið er enn tað sama, men partur av Fólkaflokkinum vil skifta kós í fullveldismálinum, fyri at koma leiðina fram Landsstýrið arbeiðir av øllum alvi við einum nýggjum uppleggi at leggja fyri donsku stjórnina á samráðingarfundinum 26. november. Men stendur tað til stóran part av Fólkaflokkinum, verður hetta eitt upplegg, ið hevur møguleika fyri at fáa undirtøku, bæði frá donsku stjórnini og frá einum parti av føroysku andstøðuni. Fáa fólkið við Í røðu síni, tá Fólkatingið í seinastu viku varð sett, segði Óli Breckmann, at vit mugu finna eina góða avtalu, sum teir tríggir fjóðringarnir av føroyingum, sum ynskja víðkað sjálvstýri, taka undir við. Eisini segði Óli Breckmann, at landsstýrið heilar tríggjar ferðir hevur samráðst við stjórnina við sama uppleggi uttan úrslit. Hetta heldur hann vera einaferð ov nógv. Tí mælir Óli Breckmann til, at landsstýrið fer til Danmarkar at samráðast við einum uppleggi til ein sáttmála, ið gevur Føroyum fullveldi um nøkur ár. Hann mælir til, at landsstýrið arbeiðir við at fáa evsta vald til løgtingið á ein hátt, ið líkist sjálvstýrisuppskotinum hjá Javnaðarflokkinum. Síðani veldst bert um dirvið hjá landsstýrinum at fáa blokkin trappaðan so skjótt niður sum møguligt, so vit fáa fullveldi so skjótt sum møguligt, sigur Óli Breckmann.. Lukkað land Sosialurin hevur biðið løgmann um viðmerkingar til hesa støðu, men hann vil einki annað siga, enn at landsstýrið arbeiðir væl og virðiliga við at fyrireika seg til samráðingarnar. Heldur ikki Bjarni Djurholm ella Jørgen Niclassen, ið áður eru komnir við marknatum sjónarmiðum um fullveldisætlanina, vilja gera stórvegis viðmerkingar. Bjarni Djurholm sigur , at hann varð skeivt endugivin í Sosialinum, tá tíðindi herfyri vórðu borðin um, at hann og Jørgen Niclassem hildu, at kósin í fullveldismálinum mátti leggjast um. Og hann leggur afturat, at Fólkaflokkurin er samdur um málið í fullveldisætlanini, men hann vil ikki siga, um flokkurin er samdur um, hvussu málið skal røkkast. Eg kann tó enn einaferð staðfesta tað, sum eg segði á ólavsøku. Fullveldisætlanin eigur at verða koppað á høvdið, sigur Bjrani Djurholm. Jørgen Niclasen vísir eisini á røðuna, hann helt í sambandi við løgmansrøðuna á ólavsøku. Í røðuni sigur hann, at fullveldistokið má steðga á við millumstøðirnar, fyri at taka fólk við. Tí er tokið ikki fullsett ella í minsta lagi væl og virðiliga hálvsett, steðgar tokið og rutan verður niðurløgd. Vit í Fólkaflokkinum mugu gera okkum greitt, at longu á komandi samráðingarfundi mugu vit allir vísa vilja til at flyta okkum, leggur Jørgen Niclassen afturat. Rúna Sivertsen og Jógvan á Lakjuni halda tó, at vit eiga at fáa fullveldismálið avgreitt sum skjótast. Hvat tað er, sum Fólkaflokkurin vil broyta í fullveldismálinum, ber ikki til at fáa at vita. Men vit kunnu staðfesta, at ein partur av Fólkaflokkinum ynskir, at kósin í fullveldismálinum skal broytast, meðan ein annar tekur undir við kósini, sum hon er. Troyttir av útvarpshøllini Tinglimir eru farnir at troyttast av at halda tingfundir í útvarpshøllini. Teir meta karmarnar vera ov stórar Útvarpshøllin er sambært fleiri tinglimum, Sosialurin hevur tosað við, ov stór til tingfundir. Av tí, at karmarnir so stórir, dovnar orðaskiftið burtur í einki, halda fleiri ting- og landsstýrismenn. Orðaskiftið um fíggjarlógaruppskotið fyri 2001, sum hol varð sett á týsdagin, hevur verið ógvuliga tamt. Hetta halda tinglimir vera orsakað av, at útvarpshøllin er so mikið stór, at ikki ber til hjá løgtinginum at fáa í lag eitt orðaskifti, sum er eins intimt, sum orðaskiftini í tinghúsinum plaga at vera. Tá løgtingið 19. septmeber helt fyrsta tingfundin í útvarpshøllini, vóru fleiri tinglimir, ið mettu útvarpshøllina vera nógv betur egnaða til tingfundir, enn vanligi tingsalurin. Sjálvur løgtingsformaðurin var ein teirra, ið tók undir við hesum sjónarmiðið. Men nú eru tinglimir farnir at ótolnast eftir at sleppa aftur í heimliga tingsalin. Hetta sleppa teir eisini um ikki so langa tíð, tí handverkararnir, sum eru í ferð við at skifta klædning, vindeygu og tak á løgtingshúsinum eru um at verða lidnir. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Steðgiforboð í J.C. Svabosgøtu Ferðsluruðuleiki er ofta í J.C. Svabosgøtu uttanfyri Sparikassan og Føroya Banka, og tað hevur ferðslunevndin hjá býráðnum nú gjørt nakað við Tórshavn: Vanligt hevur verið, at fólk bara seta bilin frá sær sum best ber til beint uttanfyri avgreiðslurnar hjá peningastovnunum í J.C. Svabosgøtu ella sjúkrahúsvegnum, har tey skulu avgreiða síni peningaviðurskifti. Hetta hevur havt við sær, at tað ofta er torført at sleppa ígjøgnum við bili, um bilar standa parkeraðir á báðum síðum á vegnum. Eisini koyrir bussleiðin tann vegin, og tá er mangan trongligt. Hetta er heilt óneyðugt, tí beint hinumegin vegin eru parkeringsbásar við plássi til fleiri bilar. Høvdu fólk tímað at sett bilin í ein bás ístaðin fyri at parkera úti á vegnum, hevði eingin stórvegis trupulleiki verið. Men um fólk sleppa frá at ganga fjøruti metrar, tá tey kunnu ganga tjúgu, so velja tey heldur at fara um garðin, har hann er lægstur, sjálvt um tað samstundis er lógarbrot. Ferðslunevndin í býráðnum hevur tí gjørt av at seta steðgiforboð í gildi allan vegin eftir J.C. Svabosgøtu frá brekkuni niðan á Frælsi til skipasmiðjuna fyri at sleppa undan ferðslutøppi, bara tí fólk skulu í sín peningastovn. Nú hevur steðgiforboðið verið í nakrar dagar, men enn bendir einki á, at fólk ætla sær at broyta gamlar vanar. Hvønn dag standa bilar parkeraðir á vegnum beint undir skeltinum við krossinum, sum sigur frá at her er ikki loyvt at steðga. Tað verður óivað neyðugt hjá løgregluni ella parkeringsvørinum at leggja leiðina framvið, áðrenn fólk byrja at geva forboðnum gætur. Sami trupulleiki er eisini við handilin hjá Gunleivi á Landavegnum. Munurin har er bara tann, at einki parkeringspláss er nærindis handlinum. Tá fólk skulu keypa verður bilurin eisini settur so nær handlinum sum gjørligt. Hetta er til stóran ampa fyri ferðsluna og fyri fólk, sum búgva har um leiðir, og ofta eru bilar fyri innkoyringarnar hjá fólki, hóast gular strikur eru gjørdar. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Sjúkrabilur í Klaksvík settur Tann eini Mercedes sjúkrabilurin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi varð ikki góðkendur av Bileftirlitinum, og hann verður ikki nýttur til útkall aftur í bræði Klaksvík: Bileftirlitið gav sjúkrabilinum fleiri krossar, sum ber boð um, at hann hevur fleiri brek, sum skulu gerast aftur. Bilurin kann ikki nýtast til bráfeingis sjúkraflutning í tí standi, hann er í nú, og hann krevur fleiri ábøtur. Sjúkrahúsið hevur tríggjar sjúkrabilar, men nú eru bara tveir tøkir. Tað er ikki nóg mikið til at nøkta tørvin, og portørarnir vilja heldur sleppa frá at brúka sjúkrabil við so álvarsomum breki, at hann ikki verður góðkendur. Tí verður tann sjúkrabilurin als ikki nýttur av portørunum. Jens Jacobsen, yvirportørur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur, at tveir sjúkrabilar eru ikki nøktandi. Kostnaðarmiklar umvælingar Av teimum trimum sjúkrabilunum hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru tveir teirra eldri enn tíggju ára gamlir, meðan tann triðji er nýggjur og varð keyptur í summar. Teir báðir gomlu bilarnir eru báðir Mercedes. Hesin, sum nú ikki varð góðkendur, er tólv ára gamal. Hann hevur lagt nógvar kilometrar afturum seg. Sjúkrabilurin hevur millum 400 og 500 túsund kilometrar á teljaranum, og tá eru bilar sjáldan skikkaðir at standa fyri sjúkraflutningi. Umvælingingarnar, sum bileftirlitið krevur, fara at kosta omanfyri tær 100.000 krónurnar, og tá er spurningurin, um tað ikki loysir seg betur at keypa ein nýggjan sjúkrabil. Vit meta ikki, at bilurin er verdur at gera aftur. Sjúkrabilurin er tólv ára gamal, og hevur koyrt nógvar kilometrar. Umvælingarnar fara at kosta nógvan pening, og tað eru burturspiltir pengar at umvæla bilin. Tí hava vit skrivað eina umsókn, har vit søkja um nýggjan sjúkrabil, sigur Jens Jacobsen. Vónin er at fáa ein nýggjan bil komandi ár, tí boð eru givin um, at einki nýtt verður keypt aftur í hesum árinum. Hin Mercedes bilurin er ellivu ára gamal og hevur koyrt eini 300.000 kilometrar. Hann varð settur í vár, tá hann hevði verið á Bileftirlitinum. Bilurin er keyptur úr Svøríki og er heldur ikki í besta standi. Hann heldur neyvan nógv ár afturat. Tí er stórur tørvur á nýggjum sjúkrabili at taka sær av sjúkraflutningi í Norðoyggjum. Illa tærdur Bilurin er gamal, og tí er hann illa tærdur í fleiri støðum. Brúgvin har frammi er illa farin og skal skiftast. Runt um búsningarnar er tørvur á ábótum. Akslarnir eru eisini tærdir. Tá portørarnir ikki meta, at besta loysnin er at umvæla bilin, tí hann er gamal og illa farin, mæla teir leiðsluni til at keypa ein nýggjan bil í komandi ári. Brævið við umsóknini er júst komið fram, og tí er eingin avgerð tikin hesum viðvíkjandi. Tað ljóðar, at peningur er settur av á fíggjarlógini bara til at keypa nýggjar sjúkrabilar, og portørarnir vóna, at hesin peningur fer at koma sjúkrahúsinum til góðar. Spinna gull burturúr neytalorti Sjáldsama stórir møguleika eru at vinna í kapping, sum verður í Hvalba næsta leygardag Næsta leygardag, 21. okt. verður tað onkur suðuroyingur, sum fer at lovprísa einum neytalorti. Tí nú er hendan nýggja spælisjúkan - at hava neytalortakapping, eisini komin til Suðuroynna. Næsta leygardag er tað bóltfelagið Royn í Hvalba, sum skipar fyri hesi sjáldsomu kappingini. Kappingin verður við fótbóltsvøllin, men nágreiniliga klokkutíðin verður lýst seinni. Kappingin gongur heilt einfalt út uppá, at eitt stykki við fótbóltsvøllin verður býtt sundur í fýrakantar. Fólk kunnu síðani keypa sær ein ella fleiri fýrakantar. At enda verður so ein kvíga leidd inn á stykkið. Og tann, sum eigur fýrakantin, har hon sleppur tí fyrsta lortinum, ja, hann hevur vunnið alla kúnna. Tað, sum hvalbingar fara at kappast um, er ein kvíga av hereford slagnum, sum eru tiltikin góð kjøtneyt. Tann, sum vinnur kunna, kann eisini fáa hana dripna, um hann, ella hon, vil. Men umframt kúnna, hava hvalbingar eisini onkrar eykavinningar sum onkur fær at ugga seg við, sum ikki fær kvíguna. Tað eru sjáldsama góðir møguleikar at vinna í hesi kappingini, tí tað verða í mesta lagi 800 seðlar seldir. Men verða ikki allir seðlarnir seldir, tess størri er møguleikin at vinna. Sostatt er møguleikin at vinna nógv størri enn í vanligum spæli. Peningurin, sum Royn fær inn við hesum tiltakinum fer til felagsarbeiði. Seðlar fáast á tlf.: 222695 og á tlf. 375184. Seyðasøla Leygardagin 14.10. kl. 14.00 skipar Kappróðrarfelagið N.S.Í. fyri seyðauppboði Seldir verða uml. 15-20 seyðir, harav eru 2 veðrar. Afturat hesum verður ein stórur veðrur seldur á mexicanskan hátt, har boðið verður kr. 50,00 hvørja ferð. Uppboðið verður í ár í Ítróttarhøllini í Runaví. Eis-ini verður mat-tombola, fiskibrunnur og søla av kjálkum. Hetta er triðja árið, vit skipa fyri seyðauppboði í Runavík. Kappróðrar-felagið NSÍ vónar at síggja nógv til tiltakið, og at fólk hava góðan hug at bjóða. Merrild-kaffi skipar eisini so fyri, at fólk kunnu fáa ein kaffimunn. Slaktarin hjá Miklagarði fer at grilla pylsur, búffar og eitt heilt krov. Eisini fer Jónsvein Olsen at syngja ein nýggjan veðrasang, og Finn úr Klaksvík fer at undirhalda við skemtisøgum. Jehova Vitni økja virksemið í Føroyum Næstu fýra vikurnar fara tey 100 Jehova Vitnini í Føroyum, saman við trúarfeløgum í grannalondunum, at venda sær til øll húski í landinum, fyri at býta ein faldara út, við heitinum: >>Tað nýggja túsundárið - hvussu verður framtíðin hjá tær?<< Hetta er ein liður í okkara bíbliukunningararbeiði. Jehova Vitni eru sannførd um, at Bíblian er ein tíðarhóskandi boðskapur frá Gudi til okkum menniskju, og at tey kristnu lívsvirðini ikki eru bundin at einum serstøkum tíðarskeiði. Eisini trúgva vit, at hon framvegis er besta hjálpin at klára trýstið í tilveruni og trupulleikarnar í gerandisdegnum. Tað er ikki sjálvt aldarskiftið, vit leggja áherðslu á. Faldarin lýsir, at nakað er av nógv størri týdningi: Trúgvin á lyftini í Bíbliuni, ein trúgv sum longu nú hevur veitt milliónum eina bjartskygda framtíðarvón. Átakið er heimsumfatandi, og tað ber í sær at 6 milliónir vitni fara út at bjóða faldaran til einstaklingar úr øllum trúargreinum og etniskum bólkum í øllum heiminum. Í faldaranum finst eisini eitt ókeypis og óbindandi tilboð um at kanna Bíbliuna heima við hús. Eirikur Lindenskov - Eirikur@sosialurin.fo Níggju fiskiskip sjósett í Kina Í síðstu viku vórðu teir fyrstu níggju nýbygningarnir til Íslands, sum skipsmeklaravirkið Maretec á Argjum hevur staðið fyri, sjósettir í Kina Øll níggju fiskiskipini verða liðug samstundis í november mánaði, og verða tey síðani send við einum stórum farmaskipi til Íslands. Túrurin úr Kina til Íslands fer at taka einar 45 dagar. Øll níggju skipini eru systurskip. Tey eru 21,5 m til longdar og eru gjørd út sum kombinerað trol-, línu- og garnaskip. Álvur Mortensen frá Maretec sigur, at øll útgerðin umborð er vesturlendsk. Høvuðsmotorurin er frá Cummins, og hann hevur 600 hk. Spøl o. a. eru íslendsk. Skipini hava eina kølilast, sum rúmar 52 fiskakassum upp á 660 litrar. Koyggjurnar eru seks í tali, og skipið er innrættað sambært vesturlendskum krøvum. Íslendsku eftirlitsmenninir, sum hava verið á skipasmiðjuni í Kina, meðan skipini vórðu bygd, siga, at góðskan og standardurin av byggiarbeiðinum liggur á sama støði, sum tá bygt verður í Evropa, sigur Álvur Mortensen. Skipini eru bygd sambært Det Norske Veritas + 1A1, Fishing Vessel, Ice C klassa og lúka herumframt eisin øll íslendsk eftirlitskrøv, sigur hann. Byggiprísurin fyri hesi skip - latin í Íslandi - er niðan fyri eina millión amerikanskar dollarar fyri hvørt skipið ella niðan fyri hálvaníggjandu millión krónur, sigur Álvur Mortensen. 10. skipið, sum skipsmeklaravirkið Maretec á Argjum byggir til Íslands, verður latið síðst í hesum árinum. Leveringstíðin av hesum skipinum er vorðin munandi longd, tí at skipið er broytt so nógv eftir ynski frá byggiharranum, sigur Álvur Mortensen. Hetta skipið varð m. a. longt og skuldi hava ein størri høvuðsmotor eins og umfatandi broytingar á verksmiðjuni. Talan er í hesum førum um ein kombineraðan nóta- og trolbát, sum er 71,30 metrar langur og 14 metrar breiður. Høvuðsmotorurin er 7.200 hk. Álvur Mortensen sigur at enda, at nú hesi fyrstu fiskiskipini úr Kina eru við at verða liðugt bygd, er altjóða áhugin fyri at byggja í Kina munandi vaksin - bæði uttanlands og eisini í Føroyum. Maersk Air í prískapping Maersk Air bjóðar føroyingum tvinni tilboð við bíligum ferðum til Danmarkar fram til jóla 1.500,- krónur, um tvey ferðast í felag. Ella jólaferð fyri 1.250,- krónur, eru tilboðini, Maersk Air bjóðar teimum, sum ferðast úr Føroyum til Danmarkar fram til jóla. Prískappingin millum flogfeløgini á Føroyarutuni heldur fram. Nú bjóðar Maersk Air føroyingum tvinni sløg av bíligum ferðum. Maersk Air sigur í tíðindaskrivi mikudagin, at felagið gevur kundum sínum 1.000 góðar grundir til at flúgva við teirra flogfari. Nevniliga ein avsláttur upp á kr. 1.000,- av APEX ferðaseðlaprísinum. Tilboðið ber í sær, at í tíðarskeiðnum frá 23. oktober til 3. december, báðir dagar íroknaðir, ber til at ferðast millum Vágar og Kastrup og Vágar og Billund (ella hinvegin) t/r fyri kr. 1.500,-. Avsláttur upp á 50% verður latin børnum millum tvey og ellivu ár. Børn undir tvey ár fáa 90% avsláttur. Treytir fylgja tó við tilboðnum. Ferðaseðlarnir skulu vera keyptir í seinasta lagi sjey dagar, áðrenn farið verður. Tað er ikki gjørligt at broyta ferðaseðilin, og heldur ikki verður peningurin afturgoldin, um ferðin verður avlýst. Sunnudagsreglan er galdandi. Tað vil siga, at tann ferðandi skal vera burtur minst eina sunnunátt. Ferðin skal í mesta lagi vara ein mánað, og minst tvey fólk skulu ferðast saman. Forsølan av ferðaseðlum til hetta tilboðið er frá 16. oktober til 3 december. Hitt tilboðið, Maersk Air bjóðar føroyingum, er eitt jólatilboð. Maersk Air bjóðar kundum sínum at halda jól í Danmark bíliga. Soleiðis at skilja, at tað skal vera bíligt at ferðast ímillum Føroyar og Danmark. Tilboðið er galdandi frá 8. december í ár til 7. januar næsta ár, báðir dagar íroknaðir. Prísurin fyri ferðaseðilin hesa tíðina er kr. 1.250,-. Eisini her er avsláttur upp á 90% til børn undir tvey ár, og 50% til børn millum tvey og ellivu ár. Eisini her fylgja treytir við. Eins og við fyrra tilboðnum skal ferðaseðilin vera keyptur sjey dagar, áðrenn fráferð. Tað ber ikki til at broyta ferðatíðirnar, eins og peningurin ikki verður afturgoldin, um ferðin verður avlýst. Tann ferðandi skal vera burtur minst sjey dagar, men ikki longri enn 21 dagar. Maersk Air sigur í tíðindaskrivinum, at felagið fyrr í ár hevur havt tvey líknandi tilboð, sum góvu góð úrslit, bæði fyri ferðafólkini og flogfelagið. Tí verður við góðum treysi roynt aftur, sigur Maersk Air. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Lágtrýstini yvir Onglandi og Skotlandi renna saman og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum hósdagin. Lágtrýstið yvir Bretsku Oyggjunum grynnist og ein lítil hátrýstryggur yvir Grønlandsfjørðinum verður væntandi yvir Føroyum fríggjadagin. Veðrið í dag: Strúkur í vindi upp í hvassan vind av landnyrðingi og um middagsleitið regn, annars sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið fríggjadagin: Hann minkar vindin niður í lot av ymsum ættum og eitt skifti regn, annars sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig. Um kvøldið frískar hann vindin av suðri. Veðrið leygardagin: Hvassur vindur ella skrið av landsynningi og suðri og regn. Seinnapartin hvassur vindur av útsynningi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Strúkur í vindi upp í hvassan vind av suðri, men mánadagin minkar hann vindin niður í andøvsgul. Eitt skifti regn og hitin millum 8 og 12 stig. Í gjár: Lágtrýstini yvir Onglandi og Skotlandi renna saman og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum hósdagin. Í dag: Lágtrýstið yvir Bretsku Oyggjunum grynnist og ein lítil hátrýstryggur yvir Grønlandsfjørðinum verður væntandi yvir Føroyum fríggjadagin. Samkensla, signing ella hjálp til frælsi? Í 1987 var eg saman við vinum á møtirøð í Frankfurt, nevnd Fire Conferens. Tað var kendi týski evangelisturin Reinhard Bonnke, ið skipaði fyri, og ein av talarunum var heimskendi amerikanski jødin Benny Hinn. Benny Hinn prædikar um Jesus, so menniskju koma at leska Hann, verða sett í frælsi, verða grødd, og undur og tekin henda, sum sjálvdan. Ein av teimum, ið fór fram at verða biðin fyri, var fransmaður í bestu árum, men deyðamerktur av AIDS. Hann kendi ikki Jesus, men var boðin við av vinum, ið høvdu trúgv fyri at Frelsarin fór at frelsa, grøða og seta í hann í frælsi frá tí >>samkyndu<< lívsførslu, hann hevði latið seg lokka til. Grípandi var at vera vitni til undrið, sum hendi, tá Himmalin opnaðist. Eitt fullkomið frælsi! Sonurin, Jesus, bjóðar frælsi - frælsi frá øllum tí, ið bindir, eisini einari lívsførslu, sum førir við sær sorg, sjúku og deyða. Ætlan Hansara er, at tú og eg, hóast feilandi og máttleys í okkum sjálvum, sum sendiboð í Hansara stað skulu bera hetta frælsið til onnur. Hann hevur aldrin ætlað og ongantíð sett hin trúgvandi at boða eitt kompromis, bert at vísa samkenslu, at lta sær lynda, at tosa eftir munninum, góðtaka ella, sum mangan verður gjørt, at lýsa sokallaða signing yvir eitt lív í ófrælsi, eitt lív í synd. Ynski Frelsarans er tað sama í dag! Til tín, sum heldur teg vera >>samkyndan<< Jesus elskar teg, og ynskir tær sama frælsi sum øllum, ið koma til Hann við byrðum sínum, ivast ongantíð tí. Góðtak ikki hjálp g sokalða asigning, ið vegna vantrúgv verður boðn tær, og sum framyvir hart fer at halda teg bundan í trælahaldi deyðans. Jesus hevur størri ætlanir við tær og lívi tínum - ætlanir um framtíð og vón. Jenis av Rana ODDAGREIN: Fólkaflokkurin og fullveldið ÚTVARPIÐ visti mikudagin at siga frá føroysku tíðindastovuni í Keypmannahavn, at danski forsætisráðharrin helt seg hava sæð nýggjar tónar frá landsstýrinum í fullveldismálinum. Hann sipaði her til úttalilsi hjá landsstýrismonnum eitt nú her í blaðnum. TAÐ, sum her m.a. verður sipað til, er grein og samrøða um fund vesturi í Vágum, har tveir av landsstýrismonnum fólkafloksins úttalaðu seg um fullveldismálið. Hesir søgdu, at tað nú var uppá hægstu tíð at fáa eina ella aðra vend í hesum máli, soleiðis at nakað meira ítøkiligt kundi spyrjast burtur úr. Verandi samráðingarháttur hevði spælt fallitt osfr. HVUSSU danski forsætisráðharrin velur at uppfata og tulka úttalilsi frá føroyskum politikarum er sjálvandi upp til hansara. Hóast her var talan um avgjørd úttalilsi, so er tað sum so einki nýtt í hesum. Tí tað, sum varð sagt á fólkafloksfundi í Vágum er nakað av tí sama, sum fleiri framstandandi fólkafloksmenn hava borið uppá mál nú í eina tíð. Vit hava hoyrt hesi signalini av tingsins røðarapalli ikki bert einaferð men fleiri ferðir í ymsum innpakningi sjálvandi. Sum hevur verið meira bersøgið og líkaút, meðan annað hevur verið pakkað eitt sindur inn. Bara afturvendandi orð løgmans um, at vit mugu hava eina breiða semju tvs. at andstøðan ella her serstakliga Javnaðarflokkurin má vera við í víðari tilgondini bera jú á sama bógv: nevniliga at fólkaflokkurin - hóast samdur um endamálið - kortini ikki er so samdur við Tjóðveldisflokkin um mátan, sum vit røkka hesum endamáli. TAÐ er uppá tíðina, at Fólkaflokkurin ger greitt, hvat hann leggur í eina breiða semju og spurningurin er, um tað ikki nettupp er hetta, ið nú verður útkrystaliserað við meira konkretu úttalilsunum hjá tveimum av Fólkafloksins oddamonnum. Tí kundi ein einsvæl sagt, at tað sum so einki nýtt er í tí, sum er komið frá á einum fólkafloksfundi í Vágum, annað enn, at vendingin hjá løgmanni - BREIÐ SEMJA - her fær veruligt innihald. Í hesum sambandi er eisini rætt at vísa til úttalilsi hjá fyrrverandi fólkaflokspolitikarum eitt nú Birgir Danielsen um hetta sama - at ein stórur partur í Fólkaflokkinum og tað m.a. baklandið hjá verandi politikarum og landsstýrismonnum floksins ynskir aðra kós í fullveldismálinum enn ta kós, sum Tjóðveldisflokkurin heldur fast um. Harfyri ber kortini til at vera samd um endamálið. Spurningurin er ikki, um ávísir fólkafloksmenn hava verið ov opinskáraðir ella um blaðmenn hava yvirtulkað ella yvireksponerað teirra úttalilsi. Spurningurin snýr seg um, hvat fólkaflokspolitikarar veruliga meina um fullveldisgongdina. Tað nýtast so hvørki blaðgreinar ella veljarafundir til at avdúka tað. Tá kundi Ríkisumboðið einsvæl umsett tað somu fólkafloksmenn bera fram á tingsins røðarapalli, um enn tað er eitt sindur betri innpakkað. Til teirra, sum vilja leggja føroysku pressuna undir at leggja fót fyri samgonguna í samráðingunum við danir er bert at siga: hetta er skeiv adressa. Rætta adressan er Fólkaflokkurin, sum ikki er fullsamdur við Tjóðveldisflokkin í, hvussu fram eigur at verða farið. At danski forsætisráðharrin loksins hevur uppfangað hetta signalið er bert teimum fólkafloksmonnum, sum eru ósamdir við tjóðveldislinjuna, fyri at takka. Málið er ein góður býur har vinnulívið hevur góðar karmar at virka undir og menniskjuni innan bøgarðarnar hava góð kor og eitt sosialt medvit, ið ongan setir uttanfyri Tá núverandi býarstýri tók við, vóru vit á veg úr einum djúpum aldudali, har vit høvdu nýtt allar kreftir okkara til at temja teir brotasjógvar, sum land og býur sigldu í. Við miklum mátti, samanhaldi og nakað av hepni eydnaðist okkum at koma úr kreppuni. Hesi seinastu árini hava verið merkt av framgongd og viðgongd, sum sjáldan áður. Við góðum byrði og fullum seglum ræður tí um at halda kós og sigla við skili, so at vit ikki sigla okkum í óføri enn einaferð. Skuldin minkar í stórum Skuldarbindingin hjá føroysku kommununum hevur ført okkum í eina spennitroyggju, sum ring er at sleppa úr. Har finst eingin lættur vegur, einans hin vælkendi at gjalda hitt fasta gjaldið aftur og aftur, tí skuldin er burtur. Hetta býráðið hevur ført tann skilagóða politikk at gjalda meira enn ásett í gjaldsskipan okkara. Hetta hevur minkað skuldina í stórum lopum, so at tølini við ársskiftið samanborið við 1993 kunnu koma at síggja soleiðis út: 1993 2000 bruttoskuld 223 mió. 116 mió rentur 33 mió 9 mió álíkningar 4,1 1,4 Ábøturnar verða gjørdar miðvíst og eftir fíggjarorku Sjálvandi gongur ikki líka skjótt við íløgum og viðlíkahaldi, tá ein eisini skal gjalda niður skuld, men vit kunnu fegnast um, at fyri hvørjar tíggju mió. vit gjalda skuldina niður, minkar rentubyrðan við einum 0,7 mió. Sostatt verða vit betur fyri at gera ábøtur á bý okkara, fyri hvørt ár sum gongur. Mál okkara er at skipa íløgur og ábøtur soleiðis, at vit fleiri ár fram í tíðina vita, hvørji øki skulu gerast, og síðani at gera arbeiðið liðugt, áðrenn farið verður til næsta arbeiðið. Á henda hátt gerst gleðin yvir gjørda arbeiðið størri, og lættari er at bíða, tá ein veit, nær og hvar næsta arbeiðið byrjar. Skatturin má lækka, men nær? Tað hevur ofta verið sagt, at trivnaðurin minkar, tá skatturin fer upp um eitt ávíst mark. Føroyingar hava ein sera høgan skatt, og tað er eingin uggi, at danir hava skattin hægri, tí arbeiðsgleðin veksur ikki av, at onnur hava tað verri. Vit mugu stremba ímóti lægri skatti, men samstundis síggja í eyguni, at so leingi vit hava skuld at dragast við og hava nógvar íløgur at gera bæði innan veganetið, vatnið, tað sosiala og mentanarliga økið, verður trupult at seta skattin nakað munandi niður. Barnafrádrátturin hækkar Eitt kann eg tó fegnast um hesum viðvíkjandi og tað er, at tað loksins eydnaðist at fáa barnafrádráttin hækkaðan upp í 3000 kr. í 2001, og eri eg sera takksamur mótvegis hinum býráðslimunum fyri stuðulin til barnafamiljurnar. Hilmar Danielsen, býráðslimur í Klaksvík Lívgandi listarløta í Lorvík Seinasta týskvøld var kamarkonsert í Lorvík. Tað vóru tær báðar Monika Stauss Joensen og landi hennara úr Sveits Helene Ringgenberg, sum høvdu boðið til hesa konsert í Listaskálanum í Lorvík, sum tað varð lýst. Legði tí leiðina norður í góðari tíð bæði til tess at nýta hetta høvið til eisini at støkka inn á gólvið hjá góðum kenningum og at kunna meg um, hvar hesin listaskáli var. Jú, hann var niðri í Turkihúsinum, varð sagt og vit fylgdust síðan oman. Hugaligt var tað at ganga upp nossligu trappurnar og at sessast í avlongum rúmi, har veggirnir so at siga vóru klæddir við málningum. >>Jú, sjálvandi<< hugsaði eg við mær, >>hetta man vera bygdasavn við málningum hjá kenda lorvíkinginum Jóannesi Kristiansen<<. Men sum tú situr og skimast um teg, gerst tú greiður yvir, at eisini onnur listafólk eru umboðað í hesum savni. Ein teirra, sum eg festi meg við, var Sámal Toftenæs - maður, sum í búnum aldri er farin undir hetta listarliga ítriv. Árinið frá gitna bygdamanninum Jóannesi kemur til sjóndar, men samstundis frøist tú yvir sjálvstøðuga fjølbroytnið í myndum av náttúruumhvørvi, bygdarlívi og havnarlag. Bygdasavn, segði eg. Nei, hetta er onki alment savn, heldur er tað reiðarin og vinnulívsmaðurin Osmundur Justinussen, sum við hesum tiltaki, har hann sjálvur veitir bæði høli og privat málningasavn, fyrimyndarliga fjálgar eisini um mentanarlívið á staðnum. Men tað var konsert, vit vóru komin til. Skráin var fjølbroytt og væl sett saman. Hóskandi í hesum Bach-ári løgdu tær báðar Monika og Helene fyri við sonatu fyri violin og cembalo eftir J. S. Bach. Krevjandi tónleikur hjá fólki, sum ikki eru von við klassiskan tónleik; men mergjað og væl varð spælt, og hesi bæði ljóðføri, sum ikki eru millum teirra, ið gera mest burtur úr sær, fingu dygga ljóðliga undirtøku frá hølinum. Helene Ringenberg er serkøn í tónleiki frá eldri tíð, og ein fragd var tað at hoyra hana framføra suitu, røð av stiliseraðum tátíðar dansum, fyri cembalo-solo eftir G. Fr. Händel. Kanska var næsta stykkið fyri okkum tað forvitnisligasta, við tað at talan er um solopartitu skrivað til og ognað Moniku. Hendan partita gevur bæði ljóðførinum og tí spælandi høvi til at fremja sín fulla førleika bæði tekniskt og dynamiskt. Tónasmiðurin Frederic Balazs, nú farin um tey áttati, er føddur ungverji, men hevur í hálvthundrað ár búð í USA. Henda veruleika helt eg meg hóma í seinna partinum við bæði eystureuropeiskum fólkatónleikadámi og jazz-rytmum handan hav. Tónleikur kann í sjálvum sær onga søgu siga; men hevur komponisturin lagt heiti við, kanst tú ímynda tær umstøður og hendingar, sum sipað verður til. Soleiðis her í fyrra parti hendingin við eiturkoppi, sum stillisliga kemur niður undan lofti, og skrúgonga og gøtuveitslurómur í tí seinna. Tónamálandi var eisini Suite de chasons populaires eftir nútíðartónaskaldið Pierra-André Bovey, har tær báðar Monika og Helene rættiliga fingu roynt seg í skiftandi leiki. Jú, hetta var tónleikauppliving, sum øll kundu vera saman um, og tá ið sponsku rytmurnar hjá Pablo de Sarasate at enda tóku seg upp í hansara >>Malaguena<<, var rættiligt ovfarakæti í lítla tónleikasalinum millum málningar í gamla turkihúsinum í Lorvík. Ólavur Hátún Lítil viðmerking Undirritaða er ikki valevni til býráðsvalið í november mánaða, so hetta er ikki ein valgrein, men meira ein viðmerking og spurningur til býráðslim og valevni Tjóðveldisfloksins, Klæmint Olsen. Í valgrein nevnd "Beata og Snarskivan", sum stílað er til eitt av valevnum Sambandsfloksins, leggur Klæmint Olsen undirritaðu undir ikki at vilja hava samstarv við Tjóðveldisflokkin, og at hava sagt nei takk, tí flokkurin ikki var nóg góður. Hann sammetir enntá Tjóðveldisflokkin við "fríggjara"! Hvar hevur Klæmint Olsen hoyrt hasa søguna? Sjálv kenni eg onki til hana, tí Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokurin fingu ongantíð høvi at tosa saman. Annað umboðið hjá Javnaðarflokkinum kom á fund við Sambandsflokkin dagin eftir valið, so sum avtalað var millum hana og Sambandsumboð longu uppi í Ítróttarhøllini valkvøldið, meðan undirritaða sat bundin av tímalangari sjónvarps- og útvarpssending í somu høll. Hetta kunnu tey, sum luttóku á fundinum á býráðsformansskrivstovuni dagin eftir vátta. Ongin okkara segði, at Tjóðveldisflokkurin ikki skuldi við í eina møguliga samgongu, men vit høvdu okkara tankar, tí sum vit longu tá hildu okkum vita, so kom Javnaðarumboðið beint av fundi hjá tí samgongu, sum gjørdist veruleiki somu nátt! Sum nevnt, so náddu vit ikki at tosa við Tjóðveldisflokkin, og samráðingar vóru ongar, sum annars hevði verið ein meira virðilig loysn, eisini tá eitt samstarv verður sagt upp. Tí haldi eg, at Klæmint Olsen skuldi greitt frá, hvaðani hann hevur umrøddu søgu. Lisbeth L. Petersen Gloymda Perlan Spælihúsið Perlan hevði stóran týdning fyri tónleikalívið í Havnini tað tí tað var. Tá hon varð niðurtikin lovaðu býráðslimir, eisini okkurt valevni til hetta býráðsval, at nýtt hús skuldi verða bygt alt fyri eitt. Bla bla. Tað er sannroynd at okkara alternativa tónleikalív í Havnini hevur ikki góðar umstøður at virka undir. Eitt tónleikahús sum eigur at rúma øllum slagi av tónleiki eigur at verða útvegað ella bygt innanfyri eitt ár. Tú stuðlar ikki mentanini við føgrum orðum og valfleski, men við vælviljandi skjótari fígging. Býráðnum tørvar kreativar, tónleikaáhugaðar limir. Komi eg í býráðið skal eg gera nakað við hetta mál. Johan Mortensen Valevni til Býráðsvalið fyri Tjóðveldisflokkin Íbúðir til eldri og ung Endiliga verður skjøtul settur á. Saman við Húsalánsgrunninum fer kommunan undir at byggja íbúðir í Berjabrekku. Væntandi standa 20 íbúðir lidnar longu komandi ár. Tey bæði fylgjandi árini er ætlanin at byggja eitt tilsvarandi tal á hvørjum ári. Gongst sum ætlað kunnu sostatt 60 íbúðir bjóðast út komandi trý ár til eldri medborgarar og annars fólk við serligum tørvi. Ofta hevur verið havt á lofti, at tað verða bara tey ríku gomlu, ið fáa ráð at verða við. Her er tó ætlanin, at ognarviðurskiftini verða sum í einum lutafelag. Rætt er, at eitt innskot skal gjaldast, kanska 100.000 kr., men so verður eisini talan um eina rímuliga húsaleigu. Vilt tú og fært tú goldið størri innskot, verður húsaleigan samsvarandi minni. Annars verður tað stórt sæð, sum um tú átti bústaðin sjálvur. Tó er ein avgerandi munur, tú hevur ikki rætt at selja íbúðina víðari. Hon fer aftur til felagsskapin, og innskotið verður afturgoldið. Hetta er eisini galdandi, tá ið eigarin fellur frá. Íbúðin kann ikki arvast. Tað sigur seg sjálvt, at hetta má vera galdandi, annars er hugskotið við eldraíbúðum av hesum slag burtur. Vit kunnu ikki bíða longur. Tí má hendan ætlan undir ongum umstøðum steðga. Samstundis verður arbeitt við at skapa alternativar bústaðir á meira privatum grundarlagi, eisini í Berjabrekku. Hetta fær eisini mín fulla stuðul. Vit treingja harðliga til minni íbúðir í Havn. Nógv eldri hvørki orka ella hava ráð at halda síni gomlu sethús. Støðan hjá teimum ungu er í so máta øðrvísi. Tey hava heilt einfalt ikki ráð at ogna sær hús, ístaðin mugu tey leiga dýrt. Eisini einlig ella "singles" við ella uttan børn høvdu á hendan hátt fingið ein møguleika. Hesar íbúðir verða til ognar, og tær høvdu sostatt gjørst ein partur av vanliga húsamarknaðinum. Sum er, er markanaðurin sera óliðiligur. Vórðu minni íbúðir bygdar, kundu tey ungu farið undir íløguna fyri lívið á ein lættari hátt. Hetta við fyrst at ogna sær eina íbúð og búð har nøkur ár, til umstøðurnar kanska gjørdust ov trongar, men tá hevði peningur verið til sethúsabygging ella -keyp, hetta við at selja íbúðina. Eisini tey eldru høvdu fingið tað lættari. Tey kundu nú uttan at órógvast sloppið sær av við síni tungu sethús, tí tað bar til hjá teimum at ogna sær eina íbúð uttan at gerast óbótafør. Sigast má tó, at tað er sera týdningarmikið, at hendan alternativa byggingin ikki gerst ov dýr. Men sum tað sæst, so hevur kommunan ætlanir - ítøkiligar ætlanir - sum vónandi longu komandi ár hava til úrslit, at íbúðir bæði av fyrra og seinna slagnum verða at síggja í Berjabrekku. Klæmint Olsen býráðslimur Tillukku Hoyvíkingar! Ungdómurin í Hoyvík við H71 á odda hevur umsíður fingið játtað ítróttarhøll. Hóskvøldið í síðstu viku samtykti býráðið ætlanina við bert einari atkvøðu ímóti. Tilboðini uppá byggingina skulu verða inni innan 17. november 2000 og verður høllin ætlandi klár summarið 2001. Fólkagrundarlagið í Hoyvík er stórt og veksur skjótt og kemur høllin tí sera væl við. Serliga eru tað yngru deildirnar hjá bæði gentum og dreingjum, sum fáa betur umstøður. H71 hevur ongantíð fingið somu rættindi til høllina á Hálsi og høllina í Gundadali, sum hini havnarfeløgini. Heilt frá byrjan hava hølisviðurskiftini hjá H71 verði sera trong. Hjá fleiri av ungu og evnaríku spælarunum hava umstøðurnar ført til, at teir eru farnir úr hoyvíksfelagnum til hini havnarfeløgini. Hølisviðurskiftini hava verið ein beinleiðis forðing fyri menning felagsins. Hóast 1. manslið í hondbólti altíð hevur verið raðfest høgt í H71, hava teir ikki havt somu venjingarumstøður, sum hini feløgini teir kappast ímóti. Við nýggju høllini fær H71 møguleika at víðka virksemi til aðrar ítróttargreinar enn hondbólt. Borðtennis og badminton hava fyrr verði ítróttargreinar har H71 hevur staði seg væl í kappingini. Tí veður einki at ivast í, at hoyvíkingar, við nýggju høllini, fara at gera seg enn meiri galdandi á føroyska ítróttipallinum í framtíðini Høllin verður karmur um virksemi av øllum slag. Ein høll til hoyvíkingar, vestanfyri skúlan, fer at eggja til ítriv og virkni hjá okkara skúlabørnum og skapa eitt umhvørvi, sum, fyri ein part, kemur at virka sum eitt slag av "frítíðarskúla" aftaná skúlatíð. Anna Dahl-Olsen Valevni til Tórshavnar býráð Býráðsval - Tórshavnar kommuna Tá eg stilli upp til hetta valið, er tað við nakað av sorgblíðni. Eg havisitið í Kollafjarðar bygdarráð seinastu fýra árini. Tá hetta valskeiðið er runnið, siga vit farvæl til heitið og stovnin Kollafjarðar Bygdarráð, nú skulu vit venja okkum at siga Býráðið, tá vit tosa um kommunal viðurskiftir. Soleiðis broytist. Nú skulu vit hyggja frameftir við treysti og vón. Vón um eitt tíðaskeið við framburði. Eitt tíðarskeið við betraðum umstøðum hjá teimum sum mangla pláss til barnaansing. Eitt tíðarskeið har hølisviðurskiftini í skúlanum gerast betri. Har vegurin til og úr skúla gerast tryggari. Har trivnaðurin økist. Millum onnur eru hetta mál vit kunnu og skulu arbeiða fyri, bæði á Argjum, í Havn, í Hoyvík, Kaldbak og Kollafirði - í nýggju Tórshavnar kommunu. Tí sigi eg ja til at vera valevni til býráðsvali 2000. Terje Davidsen valevni á listanum hjá Sambandsflokkinum til býráðsvalið 2000 Rættleiðing til Elina Elin Lindenskov hevur ikki grein í sínum máli, tá hon heldur uppá, at ongin undirtøka er í býráðnum fyri at fáa bíðilistarnar á barnagarðsøkinum burtur sum skjótast. Satt at siga veit eg ongan býráðslim, sum ikki tekur undir við hesum, og royndirnar vísa heldur ikki, at so er. Orsøkin til, at býráðið á fundinum 5. oktober sendi tilmæli hennara um "100 % barnaansing" aftur í nevnd, var stutt og greitt, at býráðslimir ikki vildu binda seg til nakað, sum teir møguliga ikki kunnu halda, fyrrenn teir fingu eitt betri grundarlag at taka støðu út frá. Tildømis fylgdu hvørki framrokningar av barnatalinum ella nakrar kostnaðarmetingar við tilmælinum. Elin sigur, at málið er koyrt aftur í nevnd, har tað nú kann liggja til eftir valið, men tað var ongantíð ætlanin hjá býráðnum. Tvørturímóti varð hetta gjørt fyri at fáa sosialu nevnd at útvega eitt so haldgott grundarlag sum gjørligt at taka støðu út frá. Hetta er sera umráðandi at fáa greiði á, nú farið verður undir viðgerðina av uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2001, sum ætlanin er at avgreiða við aðru og endaligu viðgerð tann 8. november. Vinarliga Leivur Hansen, borgarstjóri Fólkaræðið hjá Høgna Hoydal Samstundis sum Høgni Hoydal fílist á, at stjórnin ikki vil geva landsstýrinum neyðugt innlit í verjumál, er tað júst tað sama, sum landsstýrið ger mótvegis Føroya fólki. Í bløðunum hevur Høgni Hoydal grein, hann nevnir Fólkaræði og verjumál. Her sigur hann: "Fólkaræði merkir, at eitt fólk fær innlit í og tekur støðu til allar týdningarmiklar avgerðir í sínum samfelagi". Føroya fólk fær ikki innlit Ein sera týdningarmikil avgerð, Føroya fólk skal taka á eini komandi fólkaatkvøðu, er um fullveldisætlanin skal setast í gildi ella skal sendast har piparið grør. Og tí skal Føroya fólk hava innlit í hesa ætlan, um avgerðin skal kunna sigast at vera grundað á fólkaræði, sambært Høgnasa egnu tulking av fólkaræði. Spurningurin er so: Hevur Føroya fólk innlit í fullveldisætlanina? Svarið er eitt greitt nei, tí vit hava bert fingið tað innlit, landsstýrið vil geva okkum, og ikki innlit í tær ógvusligu avleiðingar, ætlanin fer at føra við sær, um hon verður sett í gildi. Bert landsstýrisins sjónarmið Landsstýrið hevur nýtt nógvar tíggjutals mió. skattakrónur til sína einsíðugu fullveldiskunning, meðan andstøðan ikki fær klovið oyra. Og hvat andstøðan megnar at kunna um við ongum pengum, er sera avmarkað. Sambært løgmann fer andstøðan kanska at fáa nakað av pengum saman við øðrum áhugabólkum (ítróttarfeløgum, sjónleikarafeløgum, Hesuferð, Hinuferð??), tá ið fólkaatkvøðan skal haldast, at kunna um síni sjónarmið. Men tá hevur fullveldisætlanin longu havt eitt forspring uppá 2 - 3 ár. Ósamdir óttast repressaliir Havi sjálvur roynt at fáa alment løntu serfrøðingarnar, sum hava reist land og ríki runt fyri at kunna um einsíðugu fullveldisætlan landsstýurisins at koma á fund at greiða frá avleiðingum av fullveldisætlanini. Men nei! Teir vilja bert greiða frá landsstýrisins sjónarmiðum. Havi síðan roynt aðrar alment løntar serfrøðingar, sum eg havi vitað hava hjartað á røttum staði, men hesir tora ikki, tí teir óttast repressaliir, um teir fara út og greiða frá negativu avleiðingunum. Hetta er "fólkaræðið", vit kunnu vænta okkum, um fullveldisætlanin hjá Høgna Hoydal & Co gerst veruleiki. Johan Petersen Einvegis ferðsla í Italia Sigurin á Andorra hevur stóran týdning fyri hugin hjá spælarunum at leggja alla orku í komandi ár, heldur venjarin Seinnapartin í gjár skuldu U-18 landsliðsspælararnir lenda í Vágum. At teir vóru troyttir var einki at undrast á, tí teir fóru av gistingarhúsinum í Italia longu klokkan tvey gjáranáttina. Men hóast landsliðsspælarararnir vóru troyttir, so var hýrurin góður. Orsøkin var, at teir høvdu vunnið síðsta dystin í EM-undankappingini. Hann var ímóti Andorra. Hin dysturin mikudagin var ímillum Italia og Ongland. Italia var favorittur, og teir vóru á odda 1-0, tá 89 minuttir vóru farnir. Men so javnaði Ongland, og í yvirtíðini skoraðu onglendingarnir sigursmálið. Hetta var sjálvsagt eitt vónbrot fyri Italia, men teir ugga seg við, at bæði fremsta og næstfremsta liðið í EM-bólkinum sleppa at halda fram í kappingini. Týdningurin Undan fráferðini úr Italia fingu vit fatur á venjaranum, Jógvan Martin Olsen. Hann og spælararnir vóru stak væl nøgdir: - Tað var av alstórum týdningi, at vit vunnu. Í fjør vóru somu spælararnir hjá okkum í Liktinstein og spældu í U-16 EM-kapping. Tá taptu teir 1-0 móti heimaiðnum í síðsta umfarinum, og tað var eitt stórt vónbrot. Jógvan Martin sigur, at eftir tapini ímóti Italia og Onglandi tosaðu teir í føroysku leguni í Italia nógv um, at tað var æran hjá føroyskum ungdómsfótbólti, sum stóð upp á spæl, og at tað ikki mátti koma fyri, at teir ikki vunnu. Splarararnir vóru ógvuliga uppsettir. Eg má rósa teimum fyri, at sjálvt um teir høvdu arbeitt sera hart og tapt stórt í tveimum dystum, so megnaðu teir av álvara at seta seg upp og vísa eitt sannførandi avriki. Einvegis ferðsla A-landsliðið hjá Andorra megnaði fyri knøppum tveimum árum síðani í Spania at verja seg til málleysan javnleik móti Føroyum. Hetta tóktist aftur vera ætlanin mikudagin: Teir høvdu fimm spælarar í brotsteiginum og fimm frammanfyri brotsteigin. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir høvdu ongan í álopinum. Hetta hevði við sær, at vit skuldu nýta hugflogið fyri at lata verjuna hjá teimum upp, samstundis sum vit skuldu binda fyri, so teir ikki fingu mál upp á kontraálop, sigur Jógvan Martin Olsen. Hjalgrím Elttør skoraði fyrra málið, tá 29 minuttir vóru farnir: - Brynjálvur Nielsen sendi í dýpdina til Hjalgrím, sum sneiddi tveir av sær, áðrenn hann úr vinstru vendi út frá aftur og sendi í handara hornið. Tað var eitt flott mál, heldur venjarin. Seinna málið kom eftir 58 minuttir. Hjalgrím sneiddi tveir av sær og varð feldur í brotsteiginum. Brynjálvur setti í netið úr 11 metrum. Vit høvdu fleiri aðrar møguleikar. Uppsælið var fjølbroytt, og fyrsta korterið bjargaðu teir fleiri ferð á strikuni. Í øðrum hálvleiki varð liðformaðurin hjá okkum, Símun Joensen, tvær ferðir óheppin. Aðrur ferðina bjargaðu teir stútara frá honum á strikuni, og hina ferðina varð hann snýttur fyri eitt brotsspark. Eftir horna legði hann til at skjóta úr leysari støðu, tá ein av mótstøðumonnunum slongdi hann niður, men dómarin tagdi. Umstøðurnar Tað hevur seinastu dagarnar ljóðað, at føroyska ferðalagið í Italia ikki hevur havt gott. Hetta vil venjarin ikki skriva undir uppá: Gistingarhúsið hevur verið hampuligt, og vit hava ikki gingið svangir. Mánadagin - tá vit spældu móti Onglandi - vóru vit óhepnir við matinum, bæði undan og eftir dystin, men annars skulu vit ikki klaga. Jógvan Martin Olsen heldur, at tað hevur verið týðuligt, at kappingin hevur verið í einum øki í Italia, har fótbólturin ikki er serliga frammarlaga: - Men eg skliji ikki, at kappingin ikki hevur verið betri fyrireikað. Vit hava ikki fingið skrivliga tilfarið, sum vit plaga at fáa í slíkum kappingum, og vit hava havt trupulleikar av venjingarvøllunum. Fyrstu dagarnar noyddust vit at koyra ein tíma til venjing. Eftir at vit høvdu tosað við stórum bókstavum, vísti tað seg, at vit kundu fáa ein fínan vøll, sum tað bara var eitt korter at koyra til. Jógvan Martin Olsen heldur, at føroyingar á ongan hátt standa aftan fyri aðrar, tá tað ræður um at fyrireika altjóða kappingar: - Eingilski venjarin, sum er her, var við teirra U-16 liðið í Føroyum. Tað fløvaði at hoyra hann siga, at tað var munur á fyrireikingunum í Føroyum og teimum her í Italia, sigur U-18 venjarin. Vertirnir tóktust ikki hava serliga fatan av, at síðsti dysturin hjá føroyingum hevði serligan týdning. Týskvøldið komu teir á gistingarhúsið og spurdu føroyingarnar, um tað var í lagi, at dysturin ímóti Andorra varð fluttur frá kl. 15 til kl. 11: - Teir vístu á, at tað longu var greitt, at Italia og Ongland skuldu halda fram í kappingini. Tá vit avgjørdir søgdu teimum, at dysturin var av stórum týdningi fyri okkum, stóu teir spyrjandi, sigur venjarin. Jógvan Martin Olsen droymir um, at næsta EM-undankappingin hjá U-18 liðnum verður í Føroyum. Lutakastið verður 4. november, og eg vóni, at FSF fer at gera eina roynd at fáa hini liðini til Føroya. Liðið Uppstillingin ímóti Andorra var eitt sindur øðrvísi, enn hon hevði verið tær báðu undanfarnu ferðirnar. Føroyska liðið sá soleiðis út: Pól Næs Joensen B36 - Vagnur Mohr Mortensen HB, Jón Rói Jacobsen HB, Atli Gregersen Randers Freja, brynjálvur Nielsen NSÍ - Jann Ingi Petersen B68 (Atli Danielsen KÍ 80.), Niels Joensen B36, Símun Joensen, liðformaðu, KÍ, Bergur Djurhuus NSÍ (Áki L. Hansen NSÍ 75.) - Hjalgrím Elttør KÍ, Fróði Jóanesarson NSÍ (Bjarni Jørgensen HB 59.). Gult kort: Atli Gregersen 46. Hinir spælararnir í ferðalagnum vóru Karstin Joensen KÍ, Elfinn Ørvarodd FS Vágar, Ragnar Poulsen B36 og Bárður Christiansen HB. Jógvan Martin Olsen er venjari, Mathias Davidsen er hjálparvenjari, og Karl Vidtfeldt hevur verið ferðaleiðari. David í Grimsby Misnøgdi álopsleikarin sleppur nú at royna seg í enskum fótbólti Ein av feløgunum og kappingarneytunum hjá Toda Jónsson í FCK álopinum hevur nú gjørt sáttmála við annað felag. David Nielsen hevur, síðani Roy Hodgson kom til FCK, havt sera ilt við at gera seg galdandi. Hann hevur onkra hendinga ferðina, tá fleiri av hinum álopsmonnunum hava verið skaddir ella leikbannaðir, verið við frá fyrsta bríksli. Annars hevur hann onkra ferðina verið á beinkinum, og fleiri ferðir hevur hann als ikki verið í 1. liðs hópinum. Nú hava David Nielsen og FCK funnið eina loysn, sum hevur við sær, at David Nielsen fær nýggjar avbjóðingar at fáa fótbóltsspælið aftur á kósina. Í fyrradagin boðaði FCK frá, at ein leiguavtala er gjørd við eingilska felagið Grimsby Town FC. Liðið er í næstbestu deildini. Sáttmálin er galdandi frá nú av og fram til síðst í januar. David Nielsen hevur vant saman við nýggju liðfeløgunum síðani mikudagin. Tað er møguleiki fyri, at hann verður á Grimsby liðnum í morgin. Tá skulu teir spæla landskappingardyst ímóti Huddersfield. Grimsby stríðist fyri at sleppa burturúr niðurflytingarhóttanini. Teir hava í níggju dystum bara skorað fýra mál. Nonbo til Viborg AGF miðvallarin fer eftir ársskiftið at spæla við Viborg At fíggjarliga støðan í AGF ikki er hin besta, er skiftið hjá Michael Nonbo eitt gott dømi um. AGF tóktist nevnliga ikki at vera áhugað í at leingja sáttmálan við 26 ára gamla miðvallarstríðsmannin, og tí hevur hann ístaðin gjørt sáttmála við Viborg. Sáttmálin verður galdandi frá ársskiftinum, tá sáttmálin hjá Nonbo við AGF rennur út. Michael Nonbo er annars ein spælari við drúgvum royndum í donskum toppfótbólti. Yrkisleið hansara byrjaði í Næstvæd, har hann spældi 1987 dystir. Í 1996 skrivaði hann undir sáttmála við AGF, og fram til dagin í dag hevur hann spælt 130 dystir við besta liðnum hjá felagnum. SSF nýggjan landsliðsvenjara Svimjisamband Føroya hevur frá 1. september 2000 fingið nýggjan landsliðsvenjara. Tað er tann 29 ára gamli Jesper Ottosen, ið er hálvur føroyingur. Jesper hevur sum barn og ungur luttikið í nógvum svimjikappingum, og síðani hann var 15 ára gamal hevur hann eisini verið venjari. Sum venjari hevur hann tikið øll tey skeiðini, ið takast kunnu í Danmark, so ikki kann sigast annað enn, at SSF hevur fingið ein venjara við góðari útbúgving. Jesper er útbúgvin fysioterapeut, og í fjør arbeiddi hann á sjúkrahúsinum á Tvøroyri. Samstundis var hann eisini venjari hjá Tvøroyrar Svimjifelag. Men eftir sparingar innan sjúkrahúsverkið flutti Jesper aftur til Danmarkar, har hann nú arbeiðir. Venjarastarvið hjá Svimjisambandinum skal hann røkja við síðuna av, men svimjisambandið ætlar, at hann skal fáa góða hjálp frá venjarunum hjá teimum føroysku svimjifeløgunum. NJM og OYL Spurdur um hvørji tiltøk standa á skránni hjá føroyska svimjilandsliðnum sigur Jesper, at í december verður Norðurlanda Junior Meistarakappingin hildin í Noreg, og komandi summar verða so Oyggjaleikirnir á Isle of Man. Hetta verða tvey stór og spennandi tiltøk komandi veturin, og verður hetta samstundis tey tiltøkini, ið størst orka verður løgd í frá landsliðsvenjarans síðu. 3rd Tórshavn International Russin, Alxander Grischuk, hevur higartil vunnið seks sigrar á rað, og í talvheiminum verður hetta mett sum eitt satt bragd 6. umfar í 3rd Tórshavn International varð telvað mikudagin 11/10 og Alexander Grischuk úr Russlandi hevur nú vunnið 6 sigrar á rað! Í 6. umfari basti hann stórmeistaranum Baburini IRL, sum einki talv hevði tapt higartil. Hinir mótstøðumennirnir sum hann hevur niðurlagt, eru eisini allir í heimsklassa. Hetta fer at líkjast einum bragdi, sum sjáldan sæst á hægsta støði. Venjarin hjá honum, Bykhovsky, luttók eisini í kappingini trý tey fyrstu umførini. Hann mátti tá venda nøsini heimeftir aftur til Russlands, eftir at hava fingið staðfest krabbamein. Henda syrgiliga hending sær út til at hava givið unga Grischuk eitt sovorðið árræði, at eingin klárar at standa mát við hann. Russarin er nú púra einsamallur á odda við 6 stigum. Argasti mótstøðumaður hansara, Ponomariov UKR, vann eisini sera sannførandi móti næsthægst rataða telvaranum í kappingini, Vadim Milov SUI. Sostatt er Ponomariov framvegis nøkunlunda við í stríðnum um tær 40.000 krónurnar, sum er fyrsta virðisløn. Hann hevur nú 4,5 stig. Soltið hjá føroyingunum Føroyingarnir høvdu soltna úrtøku í 6. umfari móti útlensku telarvarunum. John Arni Nilssen tapti móti skotska stórmeistaranum Jonathan Rowson, meðan Ólavur Simonsen tapti móti svianum og fide meistaranum Johan Eriksson. Hinir føroyingarnir telvdu allir móti hvør øðrum og frægasta úrslitið var tað hjá Martini Poulsen, sum megnaði at telva javnt móti føroyameistaranum Flóvin Tór Næs. Støðan í toppinum hjá føroyingunum er nú: Herluf Hansen HT 2,5 stig Flóvin Tór Næs HT 2,5 stig John Arni Nilssen SF 2,5 stig Martin Poulsen HT 2,5 stig Torbjørn Thomsen KT 2,5 stig John Rødgaard VT 2,5 stig Væl vitjað heimasíða Sum kunnugt, so hevur talvsambandi latið upp nýggja heimasíðu í samband við kappingina. Síðan ella slóðin eitur www.faroechess.com, og ikki kann sigast annað enn, at hon hevur verið væl vitjað. Frá tí at síðan lat upp, fram til gjáramorgunin høvdu gott 8.000 vitjandi verið á síðuni. Á síðuni ber millum annað til at fylgja við, tá ymsu talvini verða telvað, og einki er at ivast í, at hetta eisini hevur áhuga í londunum uttan um okkum. Neyðars Tjaldur H71 fekk uppreisn eftir stórtapið fyri StÍF, men mótstøðan frá Tjaldrinum var syndarliga lítil H71-Tjaldur 40-21 Í fjør stríddust júst hesi bæði liðini um at sleppa undan botnsessinum i bestu deildini, og eftir fyrstu dystirnar á árinum, vóru helst mong, sum roknaðu við, at leikluturin fór at gerast hin sami í ár. Tað kann eisini væl vera, at talan er um tvey av veikaru liðunum í deildini, men tað var rættiliga skjótt, at hoyvíkingar vístu, at teir í hvussu so er eru betri enn runavíkingarnir. Ein hampuliga trygg leiðsla var skjótt fingin í lag, og eftir hetta var bert ein vegur. Tjaldursmenn svaraðu eitt sindur aftur um miðjan hálvleikin, men so var eisini liðugt. Hoyvíkingar fingu betri tak á í verjupartinum, og meginpartin av tí, sum slapp framvið, tók endurrisni Egin Høgnesen sær av. Hinvegin lá nú væl fyri hjá hoyvíkingunum, og serliga eftir at kviki Jákup á Borg var komin á vøllin, vóru fleiri kvik mótálop fingin í lag. Eisini Johnny Djurhuus og Tróndur Vatnhamar royndust væl, tá teir komu á vøllin, og millum annað hevði hin seinni nevndi dagsins detalju, tá hann sera hegnisliga fekk fatur á einum langbólti og hegnisliga skrúvaði hann framvið málverjanum. Móti endanum av dystinum tóktist einasti spurningurin at vera, hvørt tað skuldi eydnast hoyvíkingunum at fáa positivan málmun. Hetta eydnaðist akkurát ikki, tí meðan tapið seinast var við 20 málum, vóru tey bert 19 í yvirskotið hesuferð. Okkurt kann henda Hóast bakgrundin sum nevnt var heldur bílig, so skerst ikki burtur, at hoyvíkingar hóast alt eru betri, enn úrslitið á Skála vísti. Liðið er kanska styrkt nakað við nýggja rumenska leikaranum, og við honum og Halgir sum bakspælarum, er tað so ikki skotstyrkin, sum væntar. Nógv talar tó enn fyri, at vit eins og fjør fáa eina tvíbýtta kapping, har skott verður millum tey niðaru og ovaru liðini. Hinvegin er hetta skottið kanska ikki heilt so vatntætt í ár, sum í fjør, tí niðaru liðini tykjast øll at vera styrkt. Bæði kollfirðingar og hoyvíkingar tykjast verið betri fyri í ár enn í fjør, og fær Tjaldur so eisini ætlaða styrkin úr Jugoslavia, røkist kanska fyri, at vit fáa onkur meira ella minni óvæntað úrslit. Tað hevði í øllum førum verið sunt fyri kappingina, um so varð, tí í fjør spældu ovaru og niðaru liðini at kalla í hvør sínari deild. Neyðugt við styrki Tá hetta er sagt, skal eisini viðmerkjast, at tað so avgjørt er neyðugt hjá tjaldursmonnum at fáa styrk, um nakað sum helst skal koma burtur úr kappingarári teirra. Sverri Justinussen er ein fram úr góður leikari, men ein leikari megnar altso ikki at bera eitt lið. Tað sást ferð eftir ferð í fjør, at úrslitini hjá Tjaldrinum fylgdu avrikunum hjá Sverra, og tað kann ikki vera rætt, at ein maður skal hava somikið stóran týdning fyri liðið. Dysturin í tølum Eingin dómaraseðil móttikin við evstamark Henning roynir seg í OB Í hesi vikuni luttaka tveir føroyskir landsliðsspælarar í venjingini hjá fremsta felagnum í Odense Hóast fótbóltsárið heima á landi er liðugt, so stríðist ein av spælarunum, sum hevur spælt í landskappingini og steypakappingini heima á landi, fyri at fáa pláss í donskum fótbólti. Talan er um Henning Jarnskor úr GÍ. Henning var longu undan kappingarenda í Føroyum í Danmark. Tað lá í luftini, at hann fór at royna seg í 1. deildarfelagnum B 1913, og tað er framvegis ikki óvist, at tað verður í tí felagnum, at Henning fer at spæla fótbólt. Men Henning vil fegin royna, hvussu langt fótbóltsevnini hjá honum røkka. Tí hevur hann biðið um loyvi at venja við superliguliðnum hjá OB, og tað hevur hann fingið loyvi til í hesi vikuni. Mánakvøldið var Henning á talentliðnum hjá OB, sum spældi á útivølli í Keypmannahavn ímóti B93. Tað oysregnaði, og tískil vóru umstøðurnar ikki tær bestu. Henning Jarnskor var vinstri bakkur í 4-4-2 spæliskipan, og B93 vann 2-1. Týsdag og hósdag venja teir bestu í OB tvær ferðir, og hinar dagarnar venja teir eina ferð. Tá Henning hevur vant við okkum alla vikuna, fara vit at hva høvi til at staðfesta, hvørjum støði hann er á, og hvørjum liði vit kunnu brúka hann á, sigur OB venjarin Troels Bech. Venjingin hevur kanska verið eitt sindur strevnari, enn hon plagar at vera í Føroyum. Vit hava havt sera nógvar tekniskar venjingar, sigur Henning Jarnskor, sum eftir vikuskiftið roknar við at frætta um sínar framtíðar møguleikar í OB. Í hesi vikuni hava teir verið gott og væl tjúgu til venjing í OB. Fleiri av ungu spælarunum hava verið á danska U-21 landsliðnum, sum týskvøldið spældi 2-2 á heimavøllinum í Odense ímóti Bulgaria. Málverjin, Jesper Christiansen, luttók heldur ikki í venjingini fyrrapartin av vikuni. Hann hevur verið í Manchester United og royndarvant. Nýggi landsliðsmaðurin Henning Jarnskor hevur í Odense vant saman við einum liðfelaga. Talan er um Johan B. Hansen, sum er eitt av feskastu nøvnunum í OB. Hóast hann er nýggjur í felagnum, so hevur tað eftir summarfrítíðina eydnast Johan B. Hansen at stríða seg til fast pláss á besta liðnum. Johan var leygardagin fyri fyrstu ferð á føroyska landsliðnum. Fleiri av teimum, sum sóu dystin, hava sagt, at Johan B. Hansen var mest eyðsýndi útispælarin á føroyska liðnum ímóti Sveis. Umframt Johan B. Hansen hevur bara ein annar føroyskur spælari í ár roynt seg í landsdysti fyri fyrstu ferð. Tað er Sunnvard Joensen, sum nú býr í Danmark. Hann spældi 2. hálvleik ímóti Finnlandi niðri í Spania. Sunnvard var tann 69. landsliðsmaðurin, og leygardagin var Johan B. Hansen tann 70. føroyski landsliðsspælarin. Landsliðið hevur higartil spælt 69 altjóða skrásettar landsdystir Manna millum varð bilurin róptur >>Grísurin<< Frá tí at fyrsti bilurin kom til Føroya í 1922 og fram til kríggið, vóru flestu bilarnir Ford ella Chevrolet. Tó komu onnur bilmerkir inn ímillum, eitt nú ein Hanomag hjá Gudmund Mortensen, ið manna millum varð róptur "Grísurin". Magnus Gunnarsson Hanomag til Tvøroyrar Í arbeiðinum hjá Føroya Ellisakførum við at savna tilfar til føroysku bilasøguna, kemur mangt áhugavert undan kavi. Eitt nú kom Hendrik Husgaard, versonur Wensel Petersen, við eini mynd, har børn hjá Wenzel sita í einum lítlum 2 persóna bili. Ein, sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at kanna gomul skjøl um teir fyrstu bilarnar, er Hergeir Petersen í Havn. Hann fann fram til, at ein "Hanomag lille bil" varð seldur til Gudmund Mortensen á Tvøroyri í 1928. Skjótt vísti tað seg, at hetta var sami bilur. Í 75 ára minnisritinum hjá N.J. Mortensen var mynd av Gudmund Mortensen í bilinum saman við fleiri børnum. Við at kanna víðari, hava vit funnið fram til søguna um hesar Hanomag bilarnar. Fyrsti Honomag bilur Hanomag fyritøkan, Hannoverische Maschinenbau AG, varð stovnað í 1835. Teir byrjaðu við at gera arbeiðsamboð. Seinni bleiv fyritøkan kend fyri framleiðsluna av lokomotivum, jarnbreytavognum og traktorum. Fyrsti bilurin, teir gjørdu, var hesin Hanomag 2/10, ið varð sýndur fram á Berlin Motorshow í 1924. Hetta var ein lítil bilur til 2 fólk, við einum 1 syl. motori, 499 ccm. og 10 hk. Teir fyrstu vóru roadster modell uttan tak. Í 1926 kundi 2/10 fáast sum innilokaður við navninum "Zweisitzer Limosine". So løgið tað enn ljóðar, varð hesin eisini brúktur sum hýruvognur. Modellið varð gjørt frá 1924 til 1928, og tilsamans vórðu framleiddir 15775 bilar. Í Týsklandi varð hetta slagið av bilum nevnt motorsúkklubilar. Fram til kríggið gjørdi Hanomag fleiri sløg av persónbilum, men eftir kríggið framleiddu teir mest vøru- og lastbilar. Navnið Hanomag varð strikað, tá fyritøkan var løgd saman við Daimler-Benz í 1973. Um fyrsta bilin í Suðuroy Fyrsta bilin á Tvøroyri, sum eisini var fyrsti bilur í Suðuroynni, átti Niels Juel Mortensen, pápi Gudmund. Hetta var ein Ford, sum varð keyptur í apríl 1924. Í áður nevnda 75 ára minnisritinum hjá P/F N.J.Mortensen greiðir Hjørleif Enni, ið er føddur í 1916, soleiðis frá um bilin: Fyrsta bilin á Tvøroyri átti Niels Juel. Hetta var ein 2-tons bilur, og eg minnist at eitt øgiligt fólk var samankomið, tá hann kom upp á land. Magnus Bærentsen - vit róptu hann Magnus bakaran - hann var slektaður av Sundi, varð tí eisini róptur Magnus á Sundi, hann var í handlinum hjá Niels Juel og var tann fyrsti, sum koyrdi hendan bilin, og Martin hjá Haldor, Martin Jespersen, og tá ið koyrt varð, mátti ansast væl eftir, tí vegurin tá var smalur, so har fekk eingin verið á vegnum uttan bilurin og fólk máttu tískil sleppa sær til viks. Ein herur av óvitum plagdi at hanga uppi í bilinum. Eg veit ikki, hvussu skjótt, ið koyrt varð, neyvan mundi tað vera meira enn einar 20 km um tíman, tí vegirnir vóru smalir, og so vóru eisini brúgvarnar at hugsa um. Vit kunnu leggja afturat at næsti bilurin í Suðuroynni, ið kom í oktober 1925, var eisini ein Ford til J.Dahl í Vági. Jaguar S-Type Jagur S-Type er ein stórur luksusbilur, sum minnir um Jaguar MK ll frá 60-árunum. Magnus Gunnarsson Tað eru ikki nógvir privatpersónar sum keypa bil í hesum prísklassanum. FDM hevur royndarkoyrt bilin á Jyllands Ringinum, og kláraði hann seg avbera væl. Umframt hendan 3.0 litur við V6 motori, ið kostar gott kr. 700.000,- í Danmark, fæst hann eisini við einum 4.0 litur V8 motori, men tá kostar hann næstan eina millión. Jaguar S-Type 3,0 V6 Aut. Motorurin 3.0 litur V6 238 hk. 0-100 km/t 8,5 sek. Toppferð 226 km/t Bensinnýtsla 8,5 km/l Prísur í Danmark kr. 690.000,- Kelda: FDM / Motor Baby-Jaguar í 2002 Jaguar, ið nú hoyrir til Ford konsernina, eru í ferð við at menna ein nýggjan bil við loyninavninum X400, sum væntandi kemur at eita Jaguar T tá hann kemur á marknaðin. Magnus Gunnarsson X400 er bygdur yvir sama plattform sum nýggjasti Ford Mondeo, ein komandi Mazda 626 og tann amerikanski Lincoln LS4. Ætlanin er at Jaguar T verður klárur í byrjanini av 2002. Hóast talan ikki er um nakran lítlan bil, hevur hann longu fingið kelinavnið, baby-Jaguar. Kelda: FDM / Motor Goodyear við nýggjastu lamelltøkni Nú veturin nærkast, eru dekkframleiðararnir komnir á marknaðin við tí nýggjasta innan vetrardekk. Stór krøv verða sett til dekkini, ið skulu hava eina gummiblanding, sum ger at dekkini hava gott vegtak og góða framdrift í kava og ísi, eins og tey skulu klára seg væl í regni og tá turt er í veðrinum. Magnus Gunnarsson Goodyear UG 6 Hesi seinastu 20 árini hevur Ultra Grip røðin hjá Goodyear fingið sera góð ummælir, har tey hava verið royndarkoyrd í ísi og kava. Nú er Goodyear dekkfyritøkan komin á marknaðin við nýggja lamelldekkinum, UG 6, sum teir vænta sær nógv av, og verður at fáa í øllum vanligum støddum til persónbilar. 3D-BIS tøknin Tað serliga við UG 6 er, at Goodyear hevur fingið patent uppá 3D-BIS tøknina (3 Dimensional-Block Interlocking System), sum ger tað møguligt at lamellurnar vera 50 prosent longri, við 60 prosent meira lamellum. Eisini er nógv gjørt nógv burtur úr trygdini, og UG 6 dekkini eru gjørd soleiðis, at V-TRED tøknin syrgir fyri at vatn og kavi verða beind burtur úr dekkmynstrinum beinanvegin. Frá Goodyear umboðnum, Super Dekk, frætta vit at prísirnir eisini verða kappingarførir. Tíðindi Premacy diesel og 6 pers. Til Mazda Premacy, ið er ein 5 persóna bilur, ber nú til at fáa innrættað eitt setur á aftasta rað, so pláss verður til 6 persónar, eins og hann nú eisini fæst sum diesel. Kelda: Motor Magasinet Býráðfiskagrunnurin John Johannessen - john@sosialurin.fo Stevna við somu kós móti fullveldinum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, staðfestir, at landsstýrið stendur øksl móti øksl í fullveldismálinum, hóast røddir í Fólkaflokkinum boða nakað annað Tað verður eitt samt landsstýri, sum 26. oktober fer til Danmarkar at samráðast við donsku stjórnina um føroyskt fullveldi eftir sama leisti, sum á undanfarnu samráðingarfundunum. Hetta staðfestir Høgni Hoydal í sambandi við, at føroysku fjølmiðlarnir seinastu tíðina hava víst á, at partar av Fólkaflokkinum ynskja at leggja kósina í fullveldismálinum um, fyri at røkka endaliga málinum. Tað eru tríggir av fremstu persónunum í Fólkaflokkinum, sum alment hava víst á, at teir ynskja, at landsstýrið á komandi samráðingarfundi fer at leggja eitt upplegg fyri donsku stjórnina, ið hevur møguleika fyri at fáa undirtøku, bæði frá donsku stórnini og frá einum parti av føroysku andstøðuni. Formaðurin í Fólkaflokkinum, Óli Breckman, heldur, at landsstýrið hevur verið einaferð ov ofta til samráðingar við upprunaliga uppskotinum. Hann heldur, at landsstýrið nú má broyta kós, soleiðis at møguleiki verður fyri eini loysn á málinum, ið fær breiða undirtøku. Hetta sama halda landsstýrismenn Fólkafloksins, Jørgen Niclasen og Bjarni Djurholm. Partapolitikkur Men hetta kjakið vil Høgni Hoydal als ikki leggja seg út í. Eg fari ikki at gera viðmerkingar til, hvat hendir í Fólkaflokkinum. Fólkaflokkurin má gera sína egnu støðu upp. Landsstýrið heldur fast um allar tær samtyktir og alt annað, ið er gjørt í fullveldismálinum, ger Høgni Hoydal greitt. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum vísir somuleiðis á, at tað er løgmaður, ið er samráðingarleiðari, og tað er Høgni Hoydal, ið hevur ábyrgdina av at fyrireika samráðingarnar sum landsstýrismaður í sjálvstýrismálum. Tí heldur Høgni Hoydal tað vera óneyðugt at gera viðmerkingar til, hvat aðrir, ið ikki hava nakra ábyrgd í málinum, halda um gongdina. Eg kann ikki fara at gera viðmerkingar til, hvat landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum halda um fullveldismálið, sigur Høgni Hoydal. Men landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eru kortini stórur partur av samgonguni, og tí kundi hugsast, at hesir sleppa at hava sína avirkan á fullveldismálið. Hetta hevur Høgni Hoydal tó onga beinleiðis viðmerking til. Tað skal eingin ivi vera um, at landsstýrið fer øksl móti øksl til Danmarkar at samráðast. Tað er jú púra alneyðugt, at vit ikki geva mótpartinum ábendingar um, at vit eru ósamdir innanhýsis. Tað er jú tað ringasta, vit kunnu gera í eini samráðingarstøðu, sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal sigur seg onga løtu ivast í, at løgmaður hevur stýr á, hvat gongur fyri seg í Fólkaflokkinum. Tí løgmaður hevur higartil verið púra greiður í sínum útsagnum um fullveldismálið. Øksl móti øksl Høgni Hoydal heldur tað vera sera umráðandi, at landsstýrið stendur øksl móti øksl í fullveldismálinum, og hann er eisini sannførdur um, at hetta er veruleikin. Men tað eru kortini tveir landsstýrismenn, ið standa fast við, at teir ynskja at leggja kósina í fullveldismálinum um, fyri yvirhøvur at náa málinum. Tí spyrja vit Høgna Hoydal, um tað ber til at halda fram at siga, at landsstýrið stendur øksl móti øksl í fullveldismálinum. Eg vil ikki gera nakrar íøkiligar viðmerkingar til tað, sum hevur verið í fjølmiðlunum um hatta. Eg kann bara siga, at tað er ómetaliga týdningarmikið, at øll eru ábyrgdarfull, og at fólk eru greið um, at tað í hesum týdningarmikla máli, er ógvuliga týdningarmikið, at vit eru greið í okkara útmeldingum og halda fast við gjørdar samtyktir, sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal er sannførdur um, at tað higartil er rætt farið fram í fullveldismálinum, og hann er sannførdur um, at tað verður eitt samt landsstýri, ið fer til samráðingar 26. oktober. Standa fast við avtalurnar Óli Breckmann, formaður í Fólkaflokkinum, hevur tosað um at gera eina avtalu við donsku stjórnina, ið inniber, at vit fáa fullveldi einaferð í framtíðini. Men hetta er ikki nakað, Høgni Hoydal kann taka undir við. Vit skulu ikki fara at spekuler í nøkrum, uttan at halda okkum til tær samtyktir og tað grundarlag, vit hava at arbeiða eftir. Og eg ivist onga løtu í, at eingin flokkur ella persónur í samgonguni fer at víkja frá hesum, ger Høgni Hoydal greitt. Høgni Hoydal harmast annars um, at føroysku fjølmiðlarnir nú eru farnir at gera fullveldismálið til ein samráðingarspurning millum flokkar í Føroyum. Veðrið Ein hátrýstryggur vestan fyri Føroyar fer eystureftir og viknar. Eitt djúpt lágtrýst við Hvarvið fer spakuliga eystureftir og brúgvalagið haðani fer um Føroyar leygarmorgunin. Lágtrýstið í útsynning úr Íslandi stendur mestsum í stað, men eitt annað lágtrýst vestanfyri Írland fer í landnyrðing og dýpist. Veðrið í dag: Hvassur vindur av suðri og regn, men út á fyrrapartin støkkur hann vesturum til stívt andøvsgul av útsynningi og sólglottar, men okkurt ælið. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið sunnudagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og suðri og seinnapartin regn, seinni ælingur. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið mánadagin: Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og regn av og á. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið týsdagin og mikudagin: Strúkur í vindi ella hvassur vindur av landsynningi og regn. Frá týskvøldinum nakað minni vindur av suðri og ælingur. Hitin millum 7 og 11 stig. Í gjár: Ein hátrýstryggur vestan fyri Føroyar fer eystureftir og viknar. Eitt djúpt lágtrýst við Hvarvið fer spakuliga eystureftir og brúgvalagið haðani fer um Føroyar leygarmorgunin. Í dag: Lágtrýstið í útsynning úr Íslandi stendur mestsum í stað, men eitt annað lágtrýst vestanfyri Írland fer í landnyrðing og dýpist. 121.767 kr. til Skótahjálpina Tíðindaskriv Úrslitið av skótahjálpini, sum var í døgunum 23.-30. september í ár, var 121.767,30 kr. Skótahjálpin takkar hjartaliga fyri stuðulin! Soviposan, um kastað varð lut um leygarkvøldið 30. sept., vann ein skóti í Skótaliði Sigmund Brestissonar, Tórshavn. Sum áður sagt frá stuðlar Skótahjálpin 2000 verkætlanini hjá Barnabata at geva út faldara um Barnatelefonina og verkætlanina um at útvega undirvísingarmiðlar til skúla í Kontoba í Etiopia. Nevndin fyri Skótahjálpina fer á næsta fundi, fyrsta mikudag í november, at gera av, hvussu nógvur peningur verður latin hvørjari verkætlan, og hvussu stórur partur av innkomnu upphæddini skal verða settur í serliga hjálpargrunnin. Heini í Skorini Nýggjur hvítvøruhandil á Hálsi EL-Keyp er navnið á nýggja hvítvøruhandlinum, sum í dag sær dagsins ljós uppi á Hálsi Ein nýggjur hvítvøruhandil letur í dag upp á Hálsi, og er tað Poul Jacobsen, sum er stjóri í nýggja handlinum. Navnið á handlinum er EL-Keyp, og er hann partur av vælkendu handilsketuna EL-Køb, sum hevur 35-40% av marknaðinum í Danmark. Poul Jacobsen, stjóri í nýggja hvítvøruhandlinum, sigur, at allar vanligar hvítvørur kunnu fáast til keyps, samstundis sum smálutir innan el-tól eisini verða seldir í nýggja handlinum. El-Keyp fer at liggja í nýggjum høli við síðuna av Køksmiðstøðini, og sambært Poul Jacobsen hóskar tað eisini sera væl fyri handilin at liggja har, við tað at hatta er ein sokallað miðstøð fyri húsharhaldstól. Vit síggja fleiri og størri møguleikar við at fara uppí handilsketuna EL-Køb, tí har fáa vit bestu prísirnar sum eru á marknaðinum, sigur Poul Jacobsen við Sosialin. Poul leggur afturat, at tað hevur leingi verið arbeitt við hesi ætlan, og nú er so klárt at lata upp. Vinjard Johansen og Jarnold Nattestad reka handilin, sum í dag letur upp á Hálsi. Heini í Skorini Løgreglan gjørt ferðslukanningar í Vágum 11. og 12. oktober gjørdi løgreglan og ferðsluløgreglan í Vágum ferðslukanningar kring oynna Vágar: Mikudagin 11. oktober fór løgreglan í Vágum saman við ferðsluløgregluni undir at gera kanningar í ferðsluni, sum heilt víst hevur givið eina heildarmeting av, hvussu lóglig føroyska ferðslan er. Løgreglan byrjaði at gera kanningar mikudagin frá 17-18.30, og vóru ferðmátingar gjørdar í fjølbygdum øki á landsvegnum í Sandavági . Hetta tíðarskeiðið vóru 140 akfør skrásett at hava koyrt gjøgnum radarfeltið. 13 frágreiðingar vórðu skrivaðar fyri ferð frá 60 km/t til góðar 70 km/t. Av teimum 13 frágreiðingunum sum vóru gjørdar á landsvegnum í Sandavági, vóru fleiri frágreiðingar eisini skrivað fyri onnur brot á ferðslulógina, hóast upprunaliga ætlanin var at gera ferðmátingar. Millum annað kundi løgreglan staðfesta, at fleiri førarar ikki høvdu koyrikortið hjá sær, at koyriljósini hjá fleiri av akførunum ikki vóru sum tey skuldu, og so vóru fleiri, sum ikki nýttu trygdarbelti meðan koyrt varð. Síðani varð hildið á við ferðslukanningum seinni um kvøldið, og var hetta í tíðarskeiðinum frá kl 20.15-21.30 á landsvegnum á Giljanesi. Tær kanningar, sum løgreglan gjørdi hetta kvøldið, verða róptar grein 13 kanningar. Umleið 40 akfør vórðu kannaði av løgregluni, og 15 frágreiðingar vórðu skrivaðar. Sum vera man kom løgreglan fram á nógv, ið ikki var lógligt, og á fleiri akførum var nógv, sum ikki var í lagi. Ljósini virkaðu ikki sum tey skuldu, dekkini vóru ikki í lagi, nógv høvdu ikki koyrikortið hjá sær, meðan trygdarbeltini heldur ikki vórðu nýtt. Síðani varð hildið á við grein 13 kanningum, sum fevndu yvir alla Vágoynna, og vóru hesar kanningar hósdagin 12. oktober í tíðarskeiðinum frá kl 7.30 á morgni til kl 13. Umleið 50 akfør vórðu kannaði í hesum tíðarskeiði, og av hesum 50 akførum vórðu 24 frágreiðingar skrivaðar av løgregluni. Løgreglan kundi eftir hesar frágreiðingar staðfesta, at á saman hátt sum við hinum ferðslukanningunum vóru feilir á ljósunum, meðan nøkur av akførunum ið vóru kannaði, ikki høvdu nakra nummarplátu á akfarinum. Síðani kom løgreglan eisini fram á áðurnevndu feilirnar, sum t.d. at koyriljósini ikki vóru tendrað, at nøkur ikki høvdu koyrikortið hjá sær, meðan uppaftur onnur ikki nýttu trygdarbeltið. Hetta er ikki eitt tiltak, ið javnan og regluliga er á skránni hjá føroysku løgregluni, men fyri nøkrum árum síðani varð ein slík kanning gjørd, sum fevndi yvir alt landið. Løgreglan í Vágum sigur, at tað er neyðugt við slíkum kanningum av og á. Løgreglan í Vágum heldur eisini, at hyggja vit at nøgdini av bilum sum vóru steðgaðir, og hvussu nógv fingu bót, skuldi talið helst verið minni, hóast tað ikki er eitt óvæntað tal av bótum og ólógligari koyring, sum varð givið undir ferðslukanningunum. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Tað var sum at fáa deyðadóm Tá eg fekk staðfest krabbamein í bróstinum, stúrdi eg beinanvegin fyri at missa lívið, sigur Sunneva Dalsgaard, sum mátti fara ígjøgnum eina tíð við iva, ótta og stúran Tá Sunneva Dalsgaard fyri góðum tveimum árum síðani kom fram á ein knykil í øðrum bróstinum hjá sær, gjørdi hon skjótt av. Hon vendi sær alt fyri eitt til læknan hjá sær fyri at fáa kanna hendan knykilin, og tað vísti seg, at talan var um ein krabbasvull, sum mátti skerast burtur. Knappliga stóð Sunneva í eini fullkomiliga nýggjari støðu, har hon óttaðist fyri sínum egna lívi, og har ivin nívdi í fleiri vikur. Eg stúrdi beinanvegin fyri at missa lívið, og tá eg fekk staðfest krabbamein, var tað sum at fáa deyðadóm, greiðir Sunnevá frá. Tað var ómetaliga hart at fáa boðini um sjúkuna. Eg hugsaði um mannin og børnini, og at eg hevði nógv at liva fyri, og hesar vikurnar, tá eg bíðaði eftir boðum og viðgerð, vóru øðiliga tyngjandi sálarliga. Læknin óumhugsin Sjúkrasøgan hjá Sunnevu byrjar í hennara egna heimi. Eg havi havt til vana at kanna bróstini hjá mær, og tað var soleiðis, at eg kom fram á knykilin í øðrum bróstinum í apríl 1998, greiðir Sunneva frá. Hon vendi sær alt fyri eitt til læknan hjá sær, sum síðani sendi hana víðari til kanningar á Landssjúkrahúsinum beinanvegin. Har vísti ein mammografi-kanning, at alt var ikki, sum tað skuldi verða, og Sunneva fekk tí eina tíð hjá skurðlækna, sum skuldi taka sær av henni. Eg skuldi sleppa beinanvegin til skurðlækna, men hann gav avboð av eini ella aðari orsøk. Eg kendi meg so ótrygga, at eg stríddist hart fyri at fáa tíð hjá einum øðrum lækna sama dag, og tað eydnaðist mær, sigur Sunneva. Men viðtalan hjá hesum skurðlæknanum var sum eitt slag í andlitið á henni. Hann lat meg sleppa fram at, eftir at hann hevði arbeitt ein heilan dag, og tí var hann kanska eitt sindur troyttur og óumhugsin. Tá hann so hugdi í pappírini hjá mær, tók hann kaldliga til, at hetta sá ikki gott út, og at hetta var helst krabbamein. Tað var sum alt raplaði fyri mær, og eg sá meg beinanvegin í eini kistu, greiðir Sunneva frá. Ræðulig bíðitíð Vanliga verður fyrst ein kanning gjørd av vevnaðinum, áðrenn sjálv skurðviðgerðin verður gjørd, men umstøðurnar vóru soleiðis, at tað bar ikki til at gera hesa kanning. Tí avgjørdi læknin at skera hana longu dagin eftir viðtaluna. Sunneva vildi fyrst hava læknan at taka alt bróstið, men hon lurtaði eftir ráðunum frá læknanum um, at tað var nóg mikið at skera knykil burtur. Skurðviðgerðin eydnaðist væl, og læknin helt seg hava fingið allan knykil burtur. Nú skuldi knykilin kannast fyri at vita, um talan veruliga var um krabbamein, og úrslitinum av hesi kanning skuldi Sunneva bíða eftir í tvær vikur. Bíðitíðin var ræðulig, tí hóast eg hevði fyrireikað meg upp á, at talan var um krabbamein, so var tað ikki endaliga staðfest, sigur Sunneva. Kundi lopið um hálsin á honum Tá boðini komu frá kanningini, varð tað so staðfest, at talan veruliga var um krabbamein, og so skuldi hon aftur kannast. Endamálið við nýggju kanningini var at finna út av, um krabbamein hevði spreitt seg til beinagrindina ella onkran annan part av kroppinum. Aftur gingu tvær vikur, har Sunneva stúrdi fyri úrslitinum av kanningini. Men hesaferð vóru boðini góð at fáa. Læknin ringdi til mín og bað meg koma til viðtalu, áðrenn eg átti, tí hann hevði góð boð til mín. Krabbameinið hevði ikki spreitt seg, og tá eg fekk tey boðini, gjørdist eg ómetaliga glað. Eg kundi havt lopið um hálsin á honum, hóast hann hevði verið rættiliga óstortligur undir fyrstu viðtaluni, sigur Sunneva. Hóast sjúkan ikki hevði breitt seg, skuldi Sunneva hava stráluviðgerð. Fyrst vildi eg ikki hava stráluviðgerðina, tí eg helt, at tað fór einki at hjálpa, men eftir at læknin hevði rátt mær til at taka av tilboðunum, gjørdi eg tað so, sigur hon. Stráluviðgerðin varð gjørd í Danmark, og tað tók sjey vikur. Eg kendi meg ongantíð veruliga sjúka kropsliga, men tað var tungt at fara ígjøgnum hetta tíðarskeið sálarliga. Eg stúrdi nógv fyri, hvør endin fór at vera, og um eg veruliga skuldi yvirliva sjúkuna, men við Guds hjálp og stuðli frá familjuni kom eg ígjøgnum tað. Greið boð Síðani stráluviðgerðina hevur Sunneva javnan verið kannað, og allar hesar kanningar hava víst, at Sunneva er frísk. Kanningar í kjalarvørrinum av sjúkini halda tó fram við jøvnum millumbili næstu árini, og boðini, sum Sunneva hevur til kvinnur, eftir at hon sjálv hevur havt bróstkrabba, eru greið. Kvinnur skulu javnan kanna bróstini hjá sær, tí so ber til at staðfesta ein møguligan knykil so skjótt sum gjørligt, og harvið eru møguleikarnir fyri at blíva frískur størstir, sigur hon. Tað hevur ivaleyst hjálpt mær væl, at eg tíðliga kom fram á knykilin í bróstinum, og at eg varð skurðviðgjørd innan eina viku frá tí, at eg fór til lækna. Sunneva er nú við í arbeiðnum hjá Bót fyri Bata, sum er ein bólkur undir Krabbameinsfelagnum. Hesin bólkurin útilokandi arbeiðir við bróstkrabba, og kvinnur, sum fáa staðfest bróstkrabba, kunnu venda sær til hendan bólkin, um tey hava hjálp fyri neyðini, ella um tey vilja í samband við onkran, sum hevur havt sjúkuna. Ein av teimum er Sunneva Dalsgaard. Hon veit, hvussu tað er at fara ígjøgnum eina slíka sjúkralegu. Hon kennir óttan fyri at missa lívið, men hon hevur eisini upplivað gleðina við at gerast frísk. Landsstýrið raðfestir, so tað stendur eftir Men tá ið landsstýrið heldur seg kunna raðfesta ikki bara 2, men 10 ár fram - tvs. 8 ár út um sítt egna valskeið - so kann tað undra, at landsstýrið ikki kann finna innivist fyri eini so átroðkandi neyðugari og samstundis so avmarkaðari íløgu, sum tunnilsgerð til Tjørnuvíkar, sigur Hans Pauli Strøm Ólavur í Beiti Hans Paula Strøm hevur spurt Bjarna Djurholm, hví farleiðin til Tjørnuvíkar ikki er tikin við í raðfestingina á samferðsluøkinum, sum boðað verður frá í uppskoti landsstýrisins til nýggja løgtingsfíggjarlóg? Hví er farleiðin til Tjørnuvíkar heldur ikki tikin við í raðfestingina í 10-ára íløguætlanini, sum landsstýrið hevur lagt fyri flokkarnar sum grundarlag fyri eini breiðari semju um eina langtíðaríløguætlan? Hvørjar kanningar hevur landsstýrismaðurin/landssverkfrøðingurin gjørt av vegasambandinum til Tjørnuvíkar, herundir fyrireikandi kanningar av gerð av bergholi til Tjørnuvíkar, og hvat metir landsstýrismaðurin/landsverkfrøðingurin, at kostnaðurin kann verða av einum bergholi til Tjørnuvíkar, alt eftir hvussu stutt tað kann gerast, og hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin/landsverkfrøðingurin um vegasambandið til Tjørnuvíkar? Smærri verkætlanir Í viðmerkingunum, sigur Hans Pauli Strøm, at tann 10. februar 1999 settu løgtingsmenninir í Norðstreymoy, Jógvan Durhuus, Jákup Suni Joensen og Hans Pauli Strøm, fyrispurning til táverandi landsstýrismannin um, hví einki varð sagt um Tjørnuvíkarvegin í teirri samferðsluætlanin, sum landsstýrismaðurin tá hevði lagt fram. Og spurt varð, hvørjar ætlanir landsstýrið hevði um Tjørnuvíkarvegin. Svarið frá lands-stýrismanninum tá var, at tann samferðsluætlanin hjá landsstýrinum bara skuldi lýsa høvuðsmyndina, og tískil høvdu >>smærri verkætlanir<< sum hendan ikki fingið innivist. Í orðaskiftinum um fyrispurningin legði landsstýrismaðurin tó aftrat, at landsverkfrøðingurin hevði hugt upp á spurningin og metti, at tað vanliga lapparíið upp á vegin bøtir ikki nóg væl, og at tað einasta, sum nóg væl kundi loysa henda trupulleikan, er eitt berghol til Tjørnuvíkar. Nú hevur landsstýrið so aftur lagt uppskot fram um løgtingsfíggjarlóg fyri 2001. Her eru m.a. settir nógvir pengar av til stórar og víðfevndar útbyggingar av samferðslukervinum. M.a. eru til bara hetta eina fíggjarárið 2001 settar av heilar 62 mió. kr. til landsvegir, berghol og undirsjóvartunnlar. Haruppií eru longu nú 3 mió. kr. settar av til fyrireikandi kanningar av bergholi millum Kambsdal og millum Fjarða og undirsjóvartunnil millum Leirvík og Klaksvík. Vandi fyri lív Tjørnuvíkarvegurin er ikki tikin uppá tungu. Ikki eitt orð og ikki ein króna til nakrar kanningar ella fyrireikingar til tunnilsgerð til Tjørnuvíkar. Jú, landsstýrið raðfestir, so tað stendur eftir. Men tá ið landsstýrið heldur seg kunna raðfesta ikki bara 2, men 10 ár fram - tvs. 8 ár út um sítt egna valskeið - so kann tað undra, at millum hesar nógvu hundraðtals milliónirnar kann landsstýrið ikki finna innivist fyri eini so átroðkandi neyðugari og samstundis so avmarkaðari íløgu, sum tunnilsgerð til Tjørnuvíkar. Tað allar fremsta fyrilitið fyri eini raðfesting av íløgum á samferðslukervinum má vera at tryggja tær farleiðirnar, har vandi er fyri lív og heilsu hjá tí fólki, sum hevur tørv á hesum farleiðum. Farleiðin til Tjørnuvíkar er ein av hesum, sigur Hans Pauli Strøm m.a. í viðmerkingunum til fyrispurning. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Ferðaráðið ger seg út til næsta ár Ferðaráð Føroya er longu farið undir at fyrireika seg til næsta ár og hevur tveir faldarar klárar. Eingi tøl eru at vísa á enn, men Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráðnum, heldur, at árið í ár hevur verið á góðari leið, hvat ferðafólki viðvíkur Mikudagin 18. oktober skipar Ferðaráðið fyri tíðindafundi, har Bornholms Forskningscenter fer at leggja sítt kanningararbeiði fram. Bornholms Forskningscenter hevur gjørt eina umfatandi kanning av ferðavinnuni í Føroyum. Kanningin fer at vísa á, hvussu nógvan pening ferðafólk leggja eftir seg, og hvørji ferðafólk leggja leiðina hendavegin, t.v.s. hvat slag av fólki velur at vitja Føroyar. Eisini hava tey kannað, hvussu Føroyar eru runnar teimum til hugs sum ferðamál. Tey tølini fara eisini at vísa, hvussu tað hevur hilnast við ferðafólki í Føroyum í ár. Heri Niclasen heldur seg hava eina hilling á støðuni, og hann væntar at tølini fara at vísa, at ferðafólkatalið er økt nakað. Ferðaráðið hevur longu lagt nakrar ætlanir fyri komandi ár, har gjørt verður meira burturúr teimum møguleikum, sum vit kunnu bjóða á ella í havinum. Ein kavarafaldari er nú klárur at fara til prentingar, men tað seinasta er enn ikki komið uppá pláss. Síðani verður ein havfiskifaldari eisini gjørdur, tí á Ferðaráðnum siga tey seg hava lagt til merkis, at fleiri ferðafólk hava gingið og leitað eftir hesum møguleikanum, men at sum er hava tey einki at bjóða ferðafólki, sum vilja fiska. Hetta verður alt klárt til næsta summar. Ein stórur trupulleiki hjá ferðavinnuni í Føroyum er, at alt ov fá skelti eru hjá ferðafólki at miða seg eftir. Tí er Tórálvur Weihe, arkitektur, settur í starv at gera eina ætlan yvir, hvar skelti eiga at setast upp. Skeltini skulu vísa á nátt- og tvátthús, dvalarvikar, tjald- og kampingpláss. Tórálvur Weihe skal eisini vísa á, hvar slíkir hentleikar best kunnu leggjast. Ferðaráðið hevur saman við Atlantsflogi og Smyril Line keypt eina lýsingarsíðu í einum ferðablaði hjá Danmarks Turistråd, sum verður prentað í 400.000 eintøkum og fer um alt Týskland. Hesum vænta tey sær nógv av, og tí ræður um at vera fyrireikaður. Umframt alt hetta verður eisini arbeitt við einum nýggjum filmi um Føroyar, sum verður eini sjey minuttir til longdar. Tað, sum Heri Niclasen, stjóri, sær sum eina av størstu uppgávunum hjá Ferðaráðnum, er, at spjaða ferðafólkið kring alt landið, so øll kunnu fáa ágóðan av ferðavinnuni. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Fleiri fáa bróstkrabba Tað fyrsta fólk hugsa, tá tey fáa staðfest krabbamein, er, at nú er deyðin vísur, men soleiðis er tað ikki í veruleikanum, sigur ráðgevandi sjúkrasysturin hjá Krabbameinsfelagnum Tilburðirnir av bróstkrabba í Føroyum eru øktir seinnu árini. Nú fáa okkurt um 20 fólk í miðal staðfest krabbamein í bróstinum hvørt ár, og tað eru serliga kvinnur oman fyri fimti ár, sum fáa hesa sjúku. Oktober mánaði verður kring allan heimin nýttur til at seta fokus á bróstkrabba, men hóast menningin innan viðgerð hevur verið stór, kann eingin kann vísa á nakra fyribyrging fyri krabbamein í bróstinum. Ráðgevandi sjúkrasysturin hjá Føroya Felag móti Krabbameini leggur tó kvinnum eina við at kanna síni egnu bróst. Tað er umráðandi, at kvinnur kenna síni bróst, so tey merkja, um okkurt óvanligt er í bróstunum. Tað hevur týdning fyri viðgerðina, at krabbasvullurin verður staðfestur so skjótt sum gjørligt, áðrenn hann er vaksin ella hevur spreitt seg, sigur Jansy Gaardlykke. Øðiligt orð Í fjør vóru 18 nýggir tilburðir av bróstkrabba, og higartil í ár er talið komið upp á 16. Kvinnur yvir 50 ár eru mest útsettar fyri at fáa bróstkrabba, men eisini tilburðurnir hjá teimum undir 50 ár økjast í tali. Ein út av hvørjum hundrað, sum fær bróstkrabba, er mannfólk. Helvtin av teimum, sum fáa krabbamein, gerast frísk, men hetta er ikki tað, sum fólk fyrst hugsa um, tá tey fáa boðini um sjúkuna. Krabbamein er eitt øðiliga negativt orð, og tað fyrsta fólk hugsa, tá tey fáa staðfest krabbamein, er, at nú er deyðin vísur. Men í dag er viðgerðin nógv betri enn áður, og helmingurin av sjúklingunum verður frískur, og fólk liva sum heild longri við sjúkuni, vísir Jansy Gaardlykke á. Sjálvkannan Í Svøríki hava tey innført skipaðar mammografi-kanningar av bróstunum hjá kvinnum, men hetta verður ikki gjørt í øllum tí danska kongaríkinum. Sviiar hava sæð ítøkilig úrslit av hesum sokallaðu skanningunum, men tað er kostnaðarmikið at hava slíkar regluligar kanningar av kvinnum, og tað er ein orsøk til, at hetta ikki verður gjørt í Føroyum. Fyri tað fyrsta er útgerðin kostnaðarmikil, og so skalt tú hava serkøn fólk at gera hesar kanningar, so tað er ein spurningur um fíggjarliga orku, men sjálvandi hevði tað verið besta loysnin, heldur Jansy Gaardlykke. Tá vit ikki hava hesar skanningar, mugu vit mæla kvinnum til at kanna síni egnu bróst eina ferð um mánaðin, og um okkurt óvanligt er at finna í bróstinum, er umráðandi at fara til lækna beinanvegin, sigur hon. Nógv ringja Nógv av teimum fólkunum, sum fáa krabbamein, venda sær til Krabbameinsfelagið, og har er tað uppgávan hjá ráðgevandi sjúkrasystrini, sum er einasta starvsfólkið hjá felagnum, at vegleiða fólki. Fólk spyrja um ymiskt, tey eru kanska ótrygg við okkurt, sum tey hava fingið at vita, tey vilja hava onkrar praktiskar upplýsingar, og so eru tað summi, sum hava brúk fyri at tosa við meg um okkurt, sum liggur teimum at hjarta, sigur Jansy Gaardlykke Vit hava eina fasta telefontíð hvønn dag, og tað eru nógv fólk, sum brúka hetta tilboð. Við hvørt eru tað avvarðandi, sum spyrja seg fyri vegna onkran sum hevur fingið krabbamein,og eg havi eisini til uppgávu at seta sjálvhjálparbólkar saman. Krabbameinsfelagið veitir fíggjarligan stuðul til krabbameinssjúklingar, og felagið átekur sær eisini ein part av gjaldinum, tá fólk fara til sálarfrøðing. Harumframt letur felagið eisini ráðgeving, tá tað ræður um sosialar spurningar. Fyrilestur um økismenning Hvussu fáa vit eina meiri fjølbroytta vinnu? Og hvussu fáa vit eitt meiri fjølbroytt búsetingarmynstur? Hetta eru tveir av teimum spurningunum, sum Granskingarverkætlanin fyri Økismenning fer at taka upp í Norðurlandahúsinum hósdagin. Talan verður um tríggjar framløgur, ið tilsamans mynda ein fyrilestur Dennis Holm: Flytingar av bygd í bý. Trupulleikar, orsøkir og avbjóðingar. Fólk miðsavnast, flyta av bygd og í bý. Hetta er ikki eindømi fyri Føroyar, men hendir eisini í londunum rundan um okkum. Dennis Holm fer at greiða frá, hvør gongdin er í londunum rundan um okkum og hvussu hon hevur verið í Føroyum seinastu 10 árini. Hvørjar eru orsøkirnar, hvørjar eru avleiðingarnar uttan fyri miðstaðarøkið, og hvørjar avbjóðingar hevur gongdin við sær fyri økini uttan fyri meginøkið? Hvat er avgerandi fyri, um fólk búsetur seg uttan fyri sokallaða miðstaðarøkið? Bjarni Mortensen: Lokalt samstarv - ein vegur til vinnuligt fjølbroytni? Vitan, nýskapan og førleikamenning eru hugtøk, ið javnan eru frammi í orðaskiftinum um vinnumenning. Í flestu førum eru teoriirnar um hesi fyribrigdi bygd á royndir úr samfeløgum, ið eru nógv størri enn okkara. Hvussu kunnu vit 'umseta' hesar royndir til okkara viðurskifti? Við øðrum orðum orðum: Hvussu skapa vit eitt umhvørvi, har vinnan mennist? Hendan spurning fer Bjarni Mortensen at viðgera. Lokalt samstarv kundi verið eitt svar: Vinnuligar fyritøkur, stovnar og einstaklingar liggja inni við førleikum, ið eisini kundi komið øðrum til góðar; men fortreytin er, at partarnir møtast. Víst verður til royndir í øðrum londum. Ólavur Waag Høgnesen: Nýggj vinnulig hugskot - søpla vit ríkidømi burtur? Føroyingar eru eitt 'finn uppá-fólk' hevur eina ferð verið havt á munni. Hvussu er og ikki, so eru fleiri 'uppfinnarar' í Føroyum, enn flestu vita um. Hvørja lagnu fáa tey hugskot, sum vera kveikt? Hendan spurningin fer Ólavur Waag Høgnesen at umrøða. Í summum førum vera uppskotini til veruleika, gera búskap okkara meiri fjøltáttaðan og skapa inntøkur. Men í nógvum førum eru royndirnar tær, at uppfinningarnar als ikki ella eisini alt ov seint vera til veruleika. Spurningurin er: Søpla vit møguligt ríkidømi burtur? Um so er, hvat eigur at vera gjørt fyri at hetta ikki hendir? Fyrilesturin er almennur og verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum hósdagin 19. oktober kl. 9.30-12.00. Jan Müller - jan@sosialurin.fo Kappingin um útgerðarhavnina herðist Helst er sjálvur endaspurturin um, hvat øki í landinum skal hýsa eini oljuútgerðarhavn, farin í gongd. Eftir øllum at døma verða tað oljufeløgini, sum fara at gera av, hvørja havn tey vilja brúka til sítt supplyvirksemi. Henda avgerðin kann verða tikin um ikki so langa tíð. Jan Müller Enn hava hvørki oljufeløgini ella myndugleikarnir gjørt av, hvar komandi oljuútgerðarhavnin skal liggja. Tað ljóðar, at operatørarnir hava havt fund um m.a. henda spurningin, nú teir vilja royna at arbeiða saman á summum økjum fyri harvið at minka um útreiðslurnar. Sum skilst er eingin avgerð tikin um, antin oljuútgerðarhavnin skal vera á Sundi, í Runavík ella á Drelnesi. Men tað fyriliggja so tríggjar meira ella minni lidnar verkætlanir fyri hesi trý økini. Og tað kundi verið okkurt, sum bendir á, at vit eru inni í nøkrum, sum líkist endaspurtinum í hesi heldur óvanligu kapping. Tað er greitt, at tað verður ikki tað heilt nógva virksemið í leititíðarskeiðnum. Men brúk er fyri eini havn í sambandi við boringarnar. Spurningurin er so, um staðið, ið verður valt nú eisini kemur at verða framtíðar føroyska oljuútgerðarhavnin. Okkurt er, sum kundi bent á tað. Myndugleikarnir hava so fyribils ikki viljað tikið avgerð um, hvar útgerðarhavnin skal vera. Tað verður tí helst upp til teir fýra operatørarnar at finna eina loysn. Og arbeiða teir saman, so skulu teir eisini semjast um eina havn. Nýggjan stjóra Atlantic Supply Base í Runavík er ein av hesum trimum verkætlanum og hevur fyritøkan júst fingið nýggjan fyribilsstjóra. Tað er Kenneth Rasmussen, sum starvast hjá El-Service. Hann er útbúgvin elektrikari og maskinmeistari. Kenneth, sum longu hevur eitt bein í oljuvinnuni, nú El-Service er við og ætlar sær at vera við í komandi oljutilgongdini, sigur, at hann fer at taka sær av hesum arbeiðinum, til teir vita nakað meira ítøkiligt um ætlaninar hjá oljufeløgunum. Verður Rúnavík vald til oljuhavn verður so fulltíðarstjóri settur. Kenneth tekur við eftir Teit Poulsen, sum hevur røkt stjórastarvið í Atlantic Supply Base nú í eina tíð, meðan fyrstu fyrireikingarnar hava verið gjørdar. Kenneth skal nú arbeiða víðari við hesum fyrireikingum. Sum skálamaður og eystringur sær hann fegin, at oljuútgerðarhavnin kemur til oynna og enn neyvari, til Runavík. Hann heldur ikki, at tað er so nógv virksemi í økinum, at tað ikki eisini er pláss fyri supplyvirksemi eisini. Her minnir hann á, at fyrr var nógv meira arbeiði á skipasmiðjuni, og tí kemur tað væl við, um oljuvinnan gerst partur av komandi vinnulívinum á fjørðinum og oynni annars. Kenneth veit væl, at tað enn eingin avgerð er tikin um, hvar oljuúggerðarhavnin skal liggja. Hann heldur tað er í lagi við kapping millum fleiri havnir og vil eisini gera sítt til, at tað verður Runavík, sum fer við sigrinum. - Vit halda okkum hava góðar fortreytir fyri at hýsa einum slíkum virksemi. Tað eru ikki færri enn 18 fyritøkur við í verkætlanini og umboða tey 600 størv innan nógvar ymsar greinar, og kunnu harvið bjóða nógvar vørur og tænastur fram til oljufeløgini. Hann viðgongur, at hetta er nakað nýtt fyri bæði seg og fyri Føroyar sum so, og tí eru teir eisini noyddir at samstarva við tey oljufeløgini, sum ætlandi koma til at hava sítt virksemi á eini oljuútgerðarhavn. Fyrimunir Men hví skulu oljufeløgini velja Runavík framum Sund og Drelnes spurdu vit unga skálamannin? Vit meta okkum hava nakrar fyrimunir. Tað er veðurgott her, hetta er ein góður fjørður. Verandi facilitetir eru góðir og mong virki hava sett pengar í felagið, sum er føroyskt burturav. Dentur verður lagdur á, at tað eru føroysk virki, sum eru við her. Kenneth Rasmussen sigur, at tað verður arbeitt uppá at gera havnina klára eisini til komandi oljuvinnu. Sjálvur bryggjukanturin verður gjørdur soleiðis, at hann hellur inneftir fyri harvið at fáa alt dálkandi tilfar inn í ein brunn á havnaøkinum. Hervið verður einki dálkandi koyrt í havið. Kenneth vísir eisini á, at teir á øðrum økjum hava hugsað um umhvørvið, eitt nú hava teir fingið til vega ein hóskandi bygning til at goyma spreingievni og møguligt radioaktivt tilfar frá eini boring. Hvat viðvíkur plássi, so hava teir eisini í hyggju at brúka eitt stórt øki nær Rituvík til útgerðarvirksemi. Havnaøkið sjálvt er ikki nóg stórt, um og tá talan verður um størri virksemi frá framleiðandi feltum. Nevndarformaður í Atlantic Supply Base er Niels Sørensen. Sosialurin skilur annars, at bæði á Sundi og á Drelnesi hava tey fyrireikað seg til at vera við í endaspurtinum um at gerast oljuútgerðahavn, nú leitingin skjótt fer í gongd. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Framleiða upplýsingar Árbók fyri Føroyar er í ár komin út í nýggjum sniði og á fløgu. Eisini er ein partur av upplýsingunum at finna á eini fløgu við hagtølum frá fleiri av grannalondunum Á tíðindafundi fríggjamorgunin varð nýggja Árbókin fyri Føroyar 2000 sýnd fram fyri fjølmiðlum og øðrum áhugaðum. Bókin er í ár gjørd í nýggjum sniði, eisini er hon at fáa á fløgu. Undanfarin ár hevur Árbókin verið í so stór og tung at fáast við. Hetta er nú tikið til eftirtektar, og í ár er hon minni enn áður. Eisini eru síðurnar tynri. Bókstavirnir eru eisini minni, men hetta ger ikki bókin verri at arbeiða við - heldur tvørturímóti. Nýggja sniði ger bókina lættari at handfara og nýta í arbeiði. Umframt at bókin er í nýggjum sniði, eru eisini undirtekstir á enskum, og tað er fyrstu ferð. Herman Oskarson frá Hagstovuni sigur, at teirra uppgáva er at bara framleiða upplýsingar. Árbókin fer ikki í dýbdina við evnunum, men leggur nakrar yvirskipaðar upplýsingar um evnið fram. Haðani kunnu fólk so leita sær nærri inn á eitt ávíst evni. Endamálið er, at fólk skulu brúka upplýsingarnar, og tað hevur ofta skortað fyrr. Hetta er ein uppgáva hjá teimum at gera tilfarið lættari at nýta. Upplýsingarnar, sum eru framleiddar, eru eisini komnar út á fløgu. Fløgan er ikki í sama líki sum bókin, og við fløguni eru fleiri møguleikar at arbeiða við tilfarinum enn í bókini. Har eru upplýsingarnar meira nágreiniligar. Árbókin verður í fyrsta ikki umfari løgd út á alnetið. Ein onnur fløga varð eisini sýnd fram, og tað var "Hagtøl um landamørk 2000". Hetta er ein felags útgáva hjá hagstovunum í Føroyum, Grønlandi, Álandi, Danmark, Noregi, Íslandi, Svøríki og Finlandi. Hvørt land hevur tveir datagrunnar - ein á enskum og ein á egnum máli. Harumframt eru tveir felags norðurlendskir grunnar. Í grunnunum er rúgvismikið tilfar um nógv ymisk viðurskifti. Henda fløgan kostar 500 krónur, og atgongd kann eisini fáast fyri 100 krónur gjøgnum alnetið. Niels Petersen frá Skúlabókagrunninum, sum stendur fyri útgávuni av bókini, greiddi frá, at hetta samstarvið millum Hagstovu Føroya og Skúlabókagrunnin byrjaði í 1994, og fyrsta útgávan kom í 1995. Síðani er Árbókin komin á hvørjum ári. Hetta er tískil sætta útgávan, og triðju ferð at hon eisini fæst á fløgu. Niels Petersen sigur, at Árbókin er grundarlag undir nógvum øðrum tilfari, sum verður givið út til undirvísing í bæði fólka- og miðnámsskúlunum. Útgávan er eisini ætlað teimum, sum hava áhuga í føroyskum samfelagsviðurskiftum. Skúlabókagrunnurin hevur givið út lærubøkur til landalæru, søgu og samtíð, samfelagsfrøði og kunningartøkni. Tær eru allar gjørdar við Árbókini sum grundarlag. Árbókin kostar 150 krónur, og fløgan kostar 200 krónur. Eitt ljós á gøtu míni >>Tí at so mangar sum Guds fyrijáttanir eru, í honum hava tær ja sítt, og fáa tí eisini við honum amen sítt, Gudi til æru við okkum<<. 2. Korintbræv. 1, v. 20 Eins og ein reyður tráður ganga Guds lyfti og fyrijáttanir gjøgnum alla skriftina. Vit møta teimum bæði í lovsangi og í beinleiðis boðan. Og vit kunnu líta á tey, hóast tað ikki inniber, at Gud gongur øllum okkara ynskjum á møti. Og tað skulu vit vera glað fyri. Hann hevði sæð djúpt og skilt nógv, presturin, sum hvønn morgun bað: >>Guð, hjálp mær í dag, at eg ikki má fáa mín vilja, men verið vilji tín<<. Tá hann varð spurdur, hví hann bað soleiðis, svaraði hann: >>Hevði eg støðugt biðið Gud um at fingið mín vilja, so kundi tað hent, at Gud ein dagin svaraði mær: Tað er í lagi tú skalt fáa tín vilja. Og eg hevði verið glataður<<. Guds lyfti eru grundað á Guds trúfesti. Tí kunnu tey bera okkum gjøgnum allar vandar og kreppur. Tey siga okkum, at tað er vón fyri framman, eisini tá alt sær mest vónleyst út. Guds lyfti geva okkum mál og meining, og tey geva okkum frímóð og megi at ganga vegin, sum ber á mál, hvussu meiningsleyst alt annars kann tykjast okkum at vera. Og í dag verða vit mint á, at Guds lyfti og fyrijáttanir eru ikki bara orð, talað út í tóman heim. Men tey hava fingið andlit okkara millum. Guds lyfti og fyrijáttanir er Jesus. >>Tí so mangar, sum Guds fyrijáttanir eru, í Jesusi hava tær ja sítt, og fáa tí eisini við honum amen sítt, Gudi til æru við okkum<<. Jesus er Ja og Amen til allar Gud fyrijáttanir. Tú kanst líta á Guds Ja, tí Jesus er trygdin aftanfyri allar Guds fyrijáttanir. Hann hevur fullført frelsaragerningin. Og Gud hevur staðfest hann við at reisa Kristus upp frá deyðum, og harvið opna vegin fyri okkum frá deyðanum til lívið. Og Gud vil ein dag staðfesta sítt Amen, tá hann eisini vil uppfylla tað, sum enn bíðar okkum, tað fullkomna Guds ríki, ein nýggjur himmal og ein nýggj jørð, har rættvísi býr. Legg mær vón í veikan barm, vón, sum lættir sorg og harm; gongst mær illa, gongst mær væl, takkarsongur ljóða skal. Sbn. 305, v.3. Jónsvein Bech Kirkjur og Samkomur Gudstænastur 17. sunnudag eftir Trinitatis Havnar kirkja: kl. 11, konfirmatión, Elsa Funding Kaldbak: kl. 12, Sonja Klein Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen Hestur: kl. 12, altarg., Bergur D. Joensen (Talvan gongur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi fyri Sunnudagsskúlan hjá Heimamissiónini) Miðvágur: kl. 11, altarg., David Johannesen. (Talvan gongur í øllum kirkjum í Vága Prestagjaldi fyri Sunnudagsskúlan hjá Heimamissiónini). Sørvágur: altarg., Inga Poulsen Dam Kollafjørður: kl. 12, Martin R. Jacobsen. (Talvan gongur í Kollafjarðar kirkju fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar). Fuglafjørður: kl. 12, altarg., Uni Næs. (Í Fuglafjarðar prestagjaldi gongur talvan fyri sunnudagsskúlan hjá Kirkjuligu heimamissiónini) Fríðrikskirkjan: kl. 11, altarg., Jónsvein Bech. (Talvan gongur í Nes prestagjaldi fyri Sunnudagsskúlan hjá Heimamissiónini) Skála: kl. 11, altarg., (talvan gongur fyri Guðs orðs boðan) Selatrað: kl. 17, altarg., Jógvan Fríðriksson Norðskála: kl. 11.40, skriftamál, kl. 12 messa, Emil Olsen. (Talvan gongur í øllum kirkjum í Eiðis prestagjaldi fyri Sunnudagsskúlan hjá Heimamissiónini) Rituvík: kl. 11, Meinhard Bjartalíð. (Talvan gongur fyri sunnudagsskúlan hjá Heimamissiónini) Klaksvík: kl. 11, altarg., Hans Eiler Hammer Mikladalur: kl. 12, altarg., Niels Pauli Danielsen Hvannasund: kl. 12, altarg., P. O. K. Olofson Porkeri: kl. 11, Fámjin: kl. 12.30, altarg., (Talvan gongur fyri sunnudagsskúlan) (Talvan gongur í Kvívíkar kirkju fyri landsarbeiðið hjá sunnudagsskúlunum) (Haldórsvíkar kirkja. Talvan gongur fyri sunnudagsskúlan hjá Heimamissiónini) Ebenezer Sunnudagin kl. 10 Minnismáltíð Harrans, kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti, kl. 21 útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morgunmøti, kl. 18 evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 15 brúðarvígsla, kl. 17 landsbøn, í morgin kl. 11 morgunmøti, kl. 18 kvøldmøti. Mánadagin kl. 20 bønarskúlin. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 sunnudagsskúli, kl. 17 møti. KFUM og KFUK í Havn Sunnudagin kl. 15 í KFUK: Limafundur við Maju Dalsgarð, evnið: Efesusbrævið kap. 1. Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman, Niels Jacob Nielsen, trúboðara. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn, vit fáa vitjan av Birgith og Niels Juel. Frelsunarherurin Tórshavn Sunnudagin kl. 11 møti, Eingrím Holm og Eddie Bech, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti, Eingrím Holm og Eddie Bech. Mánadagin kl. 17 skótar. >>Tíð til Gud<< verður í Pállstovu í Havn sunnukvøldið 15. okt. kl. 21. Á skránni er lovsongur, tilbiðjan og tala. Høgni Johannesen og Jógvan Skýlindal skipa fyri. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Minnismáltíð Harrans, kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 møti. Mánadagin kl. 19 løta fyri ung. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti, Manskórið skipar fyri. Innsavnan til ytrimissión. Barnaansing er hvørt sunnukvøld, meðan møtið er. Mánakvøldið er LU-arbeiði kl. 19, evni: Tríeindin v/ Torleif Johannesen. Kl. 19.55 venur Manskórið. Týskvøldið kl. 20 bíbliutími, Dánjal kap. 2 v. 1-23. Mikukvøldið venur Meinigheitskórið kl. 19. Hóskvøldið kl. 20 ungdómsmøti, Filmskvøld: >>Dr. Dino<< Rhema á Hálsi Fríggjakvøldið kl. 18-19 A.T.A.P. (Barnaklubbi). Leygarkvøldið kl. 20 ungdómsmøti. Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli. Palle Flyger frá >>Åbne dører<< Danmark, luttekur á møtinum. Morgunbøn mánadag til fríggjadag kl. 8.30-9.30. Øll eru vælkomin. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin verður ongin sunnudagsskúli og møti, vegna heystleguna. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti hjá Lív og Hans Clementsen, Onnugøta 7. Øll eru vælkomin. Glæman í Kvívík Møti verður í Glæmuni sunnukvøldið kl. 19 við Regin Høgnesen og Magna Christiansen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Saron, Vestmanna Onki møti sunnudagin. Mánadagin kl. 20 bønarmøti hjá Binu og Jón. Aglow, Vestmanna Fundur verður á La Careta leygarkvøldið kl. 20. Allar kvinnur kunnu vera við. Filadelfia, Sundalagi Í morgin kl. 18 verður møti í Hósvík, bønarbólkur úr Havn luttekur. Norðskála kirkja Fyrilestur um Hans Adolf Brorson, biskup og sálmaskald, verður í møtisalinum í Norðskála kirkju sunnukvøldið kl. 19. Nakrir av sálmum hansara verða sungnir. Meinigheitshúsið á Skála Sunnudagin kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 19 møti við Hansy Nattestad. Mánakvøldið kl. 19.30 kemur sjómanskvinnuringurin saman. Keldan, Skálafirði Sunnudagin kl. 17 møti við Paula Høj. Barnamøti kl. 17. Tú ert vælkomin í Kelduna. Bíbliuskeiðrøðin yvir evni >>Hin sanni lærisveinurin<< verður hildin í hølum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará. Møtiskeiðrøðin heldur áfram hvønn leygardag kl. 19.00. Stigtakari og bíbillærari er David Bech. Nebo, Toftir Á fundinum sunnukvøldið kl. 18 luttekur Niels Vang. Missiónshúsið í Leirvík Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00 við Regin Høgnesen. Aftaná verður drekka og undirhald við Reimund. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frá Trinitas Kórið Trinitas byrjar aftur at venja hósdagin 19. okt. kl. 19.30 í missiónshúsinum í Leirvík. Nýggir sangarar eru hjartaliga vælkomnir við. Ørkin, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 17 í Arbeiðarafelagshúsinum Hæddini í Saltangará við Símun P. Jacobsen. Týsdagin kl. 20 húsmøti hjá Gerdu Petersen, Syðrugøtu. Hósdagin kl. 20 bønarmøti. Verið hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Eingrím og øðrum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 18 evangel. fundur. Mánadagin kl. 20 bønarfundur. Týsdagin kl. 20 ungdómsfundur. Ónsdagin kl. 20 uppbygg. fundur. Aglow Suðuroy Fundur verður leygarkvøldið kl. 20 í hølinum hjá Tvøroyrar Handverkarafelag. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Frelsunarherurin í Vági Leygarkvøldið kl. 20 bøn og lovsangur. Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti, Fredrik Joensen talar. Mánadagin kl. 20 Heimaforbundið. World Horizon bíbilskúli Næmingar úr World Horizon bíbilskúla vera í Suðuroy komandi viku. Mánakvøldið kl. 20 í bygdarhúsinum í Fámjin. Týskvøldið kl. 20 í Betania í Porkeri. Ónskvøldið kl. 20 í Frelsunarherinum í Vági. Tórskvøldið kl. 20 í skúlanum í Hovi. Fríggjakvøldið kl. 21 í missiónshúsinum á Tvøroyri. Leygarkvøldið kl. 20 í Ranhøll í Sandvík. Sunnumorgunin kl. 11 í Sion í Vági. Andlát 04. oktober Ingibjørg Mørk Eysturoy, ættað úr Havn, búsitandi í Íslandi, 79 ár. 05. oktober John Nybo, Valby, ættaður av Viðareiði, 79 ár 06. oktober Anna Elisabeth Djurhuus, Porkeri, vanliga nevnd Betta, 79 ár. 11. oktober Kristianna Petersen, Selatrað, vanliga nevnd Nanna, 88 ár. 12. oktober Andreas Lava Olsen á Glyvrum, 68 ár. Føðingar 5. oktober fingu Magdalena og Jógvan Petersen, Viðareiði, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4000 gr. 6. oktober fingu Nomi og Stig Thomassen, Miðvágur, eina dóttir. Hon var 51 cm. long og vigaði 3100 gr. 8. oktober fingu Joan O. og Erlendur E. Simonsen, Hvítanesi, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4600 gr. 8. oktober fingu Hilma Mortensen og Andrass Wilhelm Reinert, Tórshavn, ein son. Hann var 47 cm. langur og vigaði 2650 gr. 8. oktober fingu Durita Petersen og Børge D. Sørensen, Hoyvík, eina dóttir. Hon var 51 cm. long og vigaði 3200 gr. 9. oktober fingu Femja Djurhuus og Eyðbjørn Larsen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3600 gr. 9. oktober fingu Bjørg og Ingi Olsen, Vestmanna, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3150 gr. 11. oktober fingu Birita E. Petersen og Tórfinn S. Simonsen, Sandavágur, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4100 gr. 11. oktober fingu Jonna Sjúrðaberg og Kim Petersen, Leirvík, ein son. Hann var 46 cm. langur og vigaði 2000 gr. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Fáa fartelefon í Funningsfirði Fólk í Funningsfirði hava leingi fýlst á, at tey ikki fáa brúkt fartelefon. Av Føroya Tele verður sagt, at nú verður trupulleikin heilt skjótt loystur Funningsfirði: Fartelefonnetið riggar ikki í Funningsfirði. Fólk í Funningsfirði siga, at tað er steindeytt. Føroya Tele veit um trupulleikan og arbeiðir við at loysa hann. Um einki samband er tað sama sum fullveldi, so hava tey fullveldi í Funningsfirði. Í øllum førum tey, sum ætla at nýta fartelefonina. Tí hon virkar ikki. Fólk í Funningsfirði, sum Sosialurin hevur hitt, siga, at tey hava gjørt var við trupulleikan hjá Føroya Tele og hava fingið lovað, at hann verður loystur. Men tað dregur rættiliga nógv út, siga tey. Jens Julian Reinert, sum hevur ábyrgdina av basisstøðunum til fartelefonnetið hjá Føroya Tele, váttar, at Føroya Tele veit um trupulleikan. Hann sigur, at júst hatta økið stendur heilt frammalaga á arbeiðsætlanini hjá Føroya Tele. Arbeiðið við at fáa sambandið til Funningsfjarðar og økið har á leið at virka, er í gongd, sigur hann. Eftir upprunaætlanini skuldi tað verið liðugt longu nú, men ymiskir trupulleikar hava stungið seg upp. Tað ber ikki til bara at fara í hagan at seta støðir og antennur upp, sum einum lystir. Tað skulu fleiri ymisk loyvi til, og tað kann viðhvørt vera leingi at fáa tey til vega. Kári Thorsteinsson, sýslumaður í Eysturoy, er formaður í friðingarnevndini fyri Eysturoyar Sýslu. Hann sigur, at hjá friðingarnevndini liggur einki slíkt mál í løtuni. Og hann væntar heldur ikki, at tað fer at verða nakar sum helst trupulleiki at fáa loyvi til at seta eina stong upp, um søkt verður um tað. Slíkar umsóknir hava verið fyrr, og tær hava altíð verið játtaðar, sigur hann. Nevndin plagar at fara á staðið fyri at tryggja sær, at ikki okkurt heilt óvanligt er, sum ein slík antenna kann skaða. Men tað hevur hann enn ongantíð verið úti fyri, sigur formðaurin í friðingarnevndini. Ein støð er sett upp Millum Fjarða, sum skuldi virka sum ein roynd at vita, hvussu hon kláraði økið, sigur Jens Julian Reinert á Føroya Tele. Men tað vísti seg tíverri, sigur hann, at hon røkkur bara einum parti av økinum, teir høvdu ætlað og vónað, at hon skuldi klára. Og til Funningsfjarðar røkkur hon als ikki. Økið er soleiðis háttað, sigur hann, at ógvuliga ringt er at senda í umráðnum. Dalurin er so skeivur og krókutur, og nógv fjøll eru fyri, so tað ber øgiliga nógvastaðni uppfyri. Um ein støð verður sett á eitt fjall onkustaðni, kemur bara eitt annað fyri, áðrenn bylgjan er komin upp á pláss, sigur Jens Julian Reinert. Og hann sigur, at tað er heldur ikki bara á leiðini kring Funningsfjørð, at hesin trupulleikin er. Tað eru nógvar bygdir, sum einki GSM samband hava. Onkustaðni hevur bara partur av bygdini samband og so framvegis. Og umstøðurnar í Føroyum eru soleiðis háttaðar, at summar bygdir helst ongantíð fara at fáa GSM fartelefonsamband yvirhøvur, sigur Jens Julian Reinert á Føroya Tele. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Útlendsk arbeiðsmegi í Oyndarfirði Á fiskavirkinum Viking Fisk í Oyndarfirði arbeiða í løtuni eini 10-15 útlendingar. Bara stjórin er føroyingur Oyndarfirði: Viking Fisk í Oyndarfirði hevur eini 10- 15 fólk til arbeiðis. Og tey eru útlendingar. Flestu teirra úr Thailandi. Viking Fisk byrjaði at arbeiða fisk i Oyndarfirði í februar mánað, sigur stjórin, Hendri Tausen. Tá varð avtala gjørd við kryvjivirkið hjá alifelagnum Norex um, at Viking Fisk, sum var granni hjá kryvjivirkinum hjá Norex, skuldi arbeiða sekunda laks frá teimum og selja hann av landinum. Eisini varð avtalað, sigur Hendrik Tausen, at Viking Fisk ikki skuldi taka arbeiðsfólk frá Norex. Tí varð farið uttanlands eftir arbeiðsfólki. Og flestu teirra komu heilt úr Thailandi. Stutt eftir, at Viking Fisk var farið í gongd, steðgaði tøkan hjá Norex. Kryvjistøðin varð flutt til Fuglafjarðar, har nógvur laksur varð tikin orsakað av sjúku. Og síðan er tað hent, at norðmenn saman við Vestlax hava keypt Norex, og allur fiskurin haðani verður nú arbeiddur á Vestsalmon í Kollafirði. Tí fór Viking fisk undir at keypa hvítan fisk á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya á Toftum, sigur Hendrik Tausen. Hann sigur, at enn er tað bara smávegis, sum arbeitt verður. Tað er ikki flakavirki sum so, tey hava í Oyndarfirði. Støðan er, sigur hann, at tey gera royndir fyri eina svenska fyritøku, sum tey samstarva við. Í Oyndarfirði royna tey ymsar framleiðslur, sum so verða avskipaðar til Svøríkis, har hendan svenska heilsølan, tey samstarva við, selur vøruna. Júst hvat endaliga úrslitið er, vil hann ikki siga, tí hann metir tað sum ein virkisloynidóm, sigur Hendrik Tausen. Men hann væntar, at tað nakað skjótt fer at bera til at fara undir rættiliga framleiðslu, tá tey hava funnið fram til røttu vøruna, sum sviar vilja hava. Hann sigur, at tey mest hava lagt seg eftir at arbeiða smáfisk á Viking Fisk. Men hesa seinnu tíðina er onkur hendinga sending av laksi eisini komin inn á virkið. Um útlendingarnar, sum arbeiða á virkinum í Oyndarfirði, sigur Hendrik Tausen, at talan í grundini er um eina familju, sum er komin hendanveg bara til at arbeiða á hesum virkinum. Onkur teirra er giftur her, og tann vegin er sambandið komið í lag. Hann sigur, at øll hesi fólkini hava fullgott arbeiðs- og uppihaldsloyvi, sum er galdandi eitt ár. Tá tað árið er úti, skulu loyvini endurnýggjast hvønn mánað. Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, heldur tað vera løgið, at tað skal vera neyðugt at biða arbeiðsfólk heilt úr Thailandi at abeiða fisk í Føroyum. Tað hon veit av, sigur hon, manglar arbeiði í fleiri støðum í landinum, har fiskafólk noyðast at fáa ískoyti frá Arbeiðsloysisskipanini. Og vanliga plaga myndugleikarnir at ráðføra seg við fakfeløgini, tá arbeiðsloyvi verða latin útlendigum, sigur hon, men sigur seg samstundis einki kenna til nakran fyrispurning hesum fólkunum viðvíkjandi. Fólkini eru limir í Føroya Arbeiðarafelag, sigur Ingeborg Vinther, og leggur aftrat: >>Men tú kanst gott skriva, at tað tók sanniliga tína tíð at fáa tey at gerast limir.<< Veðrið Lágtrýstið við Skotland grynnist og ein lítil hátrýstryggur í útsynning úr Íslandi kemur móti Føroyum. Hátrýstryggurin yvir Føroyum viknar. Lágtrýstið við Hvarvið fer spakuliga eystureftir og brúgvalagið verður yvir Føroyum leygarnáttina. Veðrið í dag: Fleyr til gul av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Um kvøldið veksur hann vindin av suðri. Veðrið leygardagin: Hvassur vindur av landsynningi og suðri og regn. Um middagsleitið støkkur hann vesturum til stívt andøvsgul av útsynningi og sólglottar, men kanska okkurt ælið. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið sunnudagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og stundum regn. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Strúkur í vindi ella hvassur vindur av landsynningi seinni minkar hann vindin nakað. Stundum regn og hitin millum 8 og 12 stig. Í gjár: Lágtrýstið við Skotland grynnist og ein lítil hátrýstryggur í útsynning úr Íslandi kemur móti Føroyum. Í dag: Hátrýstryggurin yvir Føroyum viknar. Lágtrýstið við Hvarvið fer spakuliga eystureftir og brúgvalagið verður yvir Føroyum leygarnáttina. John Johannessen - john@sosialurin.fo Sparikassin keypt stóran part av Kaupthing Føroya Sparikassi hevur keypt 4,1 prosent av partapeninginum í íslendska íløgubankanum, Kaupthing, og telist nú millum størstu partaeigararnar Føroya Sparikassi hevur gjørt av at keypa 4,1 prosent í stóra íløgubankanum hjá íslendsku sparikassunum fyri 40 milliónir krónur. Hesum boðar Marner Jacobsen, forstjóri í sparikassanum, frá í tíðindaskrivi til føroysku fjølmiðlarnar í dag. Íløgan verður gjørd í sambandi við, at íslendsku sparikassarnir hava gjørt av at víðka partapeningin hjá Kaupthing, samstundis sum teir skráseta bankan á íslendska virðisbrævamarknaðinum. Higartil hava íslendsku sparikassarnir annars einsamallir átt Kaupthing. Liður í samstarvinum Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa, sigur, at íløgan er ein liður í tí samstarvi, sum sparikassin og Kaupthing fóru undir, tá teir í mai í ár stovnaðu Kaupthing Føroyar. Føroya Sparikassi tryggjaði sær við hesum samstarvinum rætt til at keypa seg inn í Kaupthing hf. í Íslandi, og er tað hesin rætturin, sum nú verður nýttur. Kaupthing hevur deildir í New York, Luxembourg, Stockholm og í Havn. Harafturat er Kaupthing við at stovna eitt felag í Lausanne í Sveis. Á øllum hesum deildunum hjá Kaupthing starvast 220 fólk. Marner Jacobsen sigur, at íløgan í Kaupthing fyrst og fremst skal síggjast í strategiskum høpi. Við henni fær Sparikassin eitt bein út um landoddarnar, og samstundis fær hann ein samstarvsfelaga, tá tað snýr seg um at veita tænastur á tí føroyska marknaðinum. Tann føroyski marknaðurin innan virðisbrøv og eftirlønir stendur fyri stórum broytingum og vøkstri, og her ynskir Sparikassin saman við Kaupthing at luttaka sum tann leiðandi innan økið, sigur Marner Jacobsen, forstjóri, í tíðindaskrivinum. Stovnaði virðisbrævamarknaðin Kaupthing var ein av fimm stovnarum, tá íslendsku virðisbrævamarknaðurin varð settur á stovn í 1986, og er nú við einum marknaðarparti á 30 prosent leiðandi innan partabrævahandil í Íslandi. Íløgubankin umsitur fíggjarognir fyri 20 milliardir, sum svarar til 38 prosent av ísendska marknaðinum. Kaupthing varð stovnað í 1982, og fekk í 1997 loyvi frá íslendska fíggjareftirlitinum loyvi at virka sum íløgubanki. Íløgubankin veitir ráðgeving og rekur handil við virðisbrøvum og gjaldoyra, eins og bankin eisini hevur um hendi fíggjarognarumsiting fyri virkir og privatfólk. Børsintroduktión av fyritøkum og útgáva av lánsbrøvum eru eisin millum stóru virkisøkini. Fíggjarliga er íløgan í Kaupthing ein liður í at víðka um virðisøkið og spjaða váðan hjá Sparikassanum á fleiri marknaðir heldur enn ein, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa. Umstøðurnar hjá teimum gomlu Ongin ivast er longur í, at Tilhaldið í Tórsgøtu 21 er komið fyri at vera. Tilhaldið er vorðin ein natúrligur og vælumtóktur partur av gerandisdegnum hjá teimum gomlu í kommununi. Og nú hevur býráðið so við samtykt síni 5. oktober sligið fast eina ferð með alla, at húsið - alt sum tað er - skal brúkast sum lið í trivnaðartilboðunum til tey gomlu, ið har savnast. Eg fari at nýta høvi at ynskja tykkum í Tilhaldinum framhaldandi góða eydnu við frálíka og mennandi virksemi tykkara har. Somu ynski fara til Pensjonistafelagið, ið m.a. við stuðuli frá býráðnum í dag heldur til í Losjubygninginum við Tinghúsvegin. Verri stendur til við umstøðunum hjá teimum av okkara gomlu, ið m.a. av heilsuávum ikki hava møguleika at taka lut í teimum tilboðum, ið Tilhaldið og Pensjonistafelagið hava á skránni. Hesi - og teirra avarðandi - hava sjálvandi eisini krav uppá, at okkurt eisini verður gjørt fyri tey. Og her verður sanniliga neyðugt at fara miðvíst til verka við teimum alsamt vaksandi bíðirøðunum, ið eru til ellis- og røktarheim umframt eldrasambýli. Umráðandi er í hesum sambandi sum skjótast at fáa greiði á uppgávu- og ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur, so hetta ikki skal darva og leggja fót fyri neyðugum útbyggingum á hesum øki í framtíðini. Eftir mínum tykki er tað púra upplagt, at ábyrgdin her - eins og á barnagarðsøkinum - eigur at liggja hjá kommununum. Og eg dugi ikki at ímynda mær annað enn, at hetta eisini verður niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum, ið landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum nú hevur sett júst við tí setningi at fáa greiði á hesum viðurskiftum. Eftir ætlan skal arbeiðsbólkurin verða liðugur við arbeiði sítt 1. februar næsta ár, so her er nakað at síggja fram til. Hóast ógreiðu viðurskiftini, ið valda á hesum øki í løtuni, hevur Tórshavnar kommuna eftir førimuni roynt at bøtt um umstøðurnar á hesum øki. M.a. við Ellis- og Umlættingarheiminum. Fyri tveimum árum síðani keypti og umbygdi kommunan eisini fyri egna rokning eini hús Oman Hoydalar, sum í dag virka sum eldrasambýli við plássi fyri 8 búfólkum og tveimum umlættingarplássum. Viðgangast skal, at hetta ikki munar nógv, tá tørvurin jú er nógvar ferðir størri, men upplýsast kann, at aðrar ábøtur eru á veg. Kommunan arbeiðir í løtuni við ætlanum um at byggja onnur sambýli umframt dagtilhald fyri senildement, og fyribils eru grundstykki løgd av til endamálið úti í Vallalíð og við Vegin Langa. Vónandi verður politisk undirtøka fyri at skunda undir hesar ætlanir, tá íløgurnar hjá kommununi næsta ár, sum siðvenja er, verða markaðar í januarmánað. Tjóðveldisflokkurin raðfestir trivnaðin hjá eldru borgarum okkara ovarlaga á dagsskrá síni. Vinarliga Leivur Hansen, borgarstjóri Vallyfti Nú eru skjótt fýra ár síðani eg varð fyri fyrstu ferð valdur í Klaksvíkar býráð. Hvussu hildu nú vallyftir míni? Eitt týdningarmikið mál, sum eg førdi fram í bløðunum áðrenn seinasta val, var Skúlin á Ziskatrøð, sum so at siga ongar umvælingar hevði fingið í mong ár, heldur ikki ígjøgnum tey víðagitnu 80 ini. Og tá soleiðis er, verður ikki bert talan um vanligar umvælingar, men partvís endurnýgging, slíkt arbeiði kostar ikki smávegis. Hvussu nógv er so avsett og hvussu nógv er gjørt í hesari býráðssetuni? Eg havi nú saman við hinum býráðslimunum verið við til at gera 4 fíggjarætlanir fyri Klaksvíkar kommunu og í hesi 4 árini eru tilsamans umleið 10 mill. kr. avsettar til umvælinga av Skúlanum á Ziskatrøð. Í hesum 10 mill. kr. eru íroknaðar tær 3.3. mill. kr. sum er settar á fíggjarætlanini fyri ár 2001. Sum flest øll hav alagt til merkis, er Skúlin á Ziskatrøð nógv broyttur seinastu tíðina. Tað fyrsta vit gjørdu í hesi býráðssetuni var, at gera eina raðfesting av allari umvæling av skúlanum. Semja varð um, at lítil nytta var í at umvæla innandura fyrst. Tað hevði verið sum at stoytt nýtt vín í gamlar skinnsekkir. Støða varð tikin til, at í fyrstu atløgu skuldi skúlin gerast tættur, tí varð nýggj tekja løgd á miðbygningin og síðani varð hann klæddur og vindeyguni vórðu skift út. Í summar blivu 10 skúlastovur gjørdar av nýggjum og tað kundi ikki verið sami skúli at komið í, so snøggur hann er. Eisini nýgg innbúgv er keypt til nakrar av nýumvældu stovunum restin kemur eftir nýggjár. Umvælingin av skúlanum er rættuliga umfatandi og týdningarmikið er, at tá hann nú loksins verður umvældur, at tað ið gjørt verður, er av slíkari góðsku at tað veruliga er ein íløga, sum ikki viðførur øktar rakstrarútreiðslur, við hesum sum grundarlag ganga mong ár til aftur er neyðugt vbið stórumvæling. Fuglø arkitektar standa fyri projektering og eftirlitið. Umvælingin av Skúlanum við Ziskatrøð skal halda áfram, og ikki eigur at vera helma í fyrrenn allur skúlin er høvuðsumvældur, hetta borga umboð tjóðveldisfloksins fyri, tað er sjón fyri søgn. Skrímslið omanfyri Skúlan á Ziskatrøð Elevatortornið omanfyri Skúlan á Ziskatrøð sær ikki tespuligt út og man kann spyrja um hetta er eitt annað Bábelstorn, men vit valdu í fyrstu atløgu at sleppa hesi ætlan og halda okkum til nýggju raðfestingina, sum eg trúgvi er tann rætta í eini so umfatandi arbeiðsætlan og sum eisini kemur fyrst og fremst børnunum til góða. Vónandi verður komið við eini loysn til henda partin í komandi býráðssetu. Eg havi valt bert at viðgera eitt mál í hesari grein míni, men vent verður aftur til onnur mál. Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri Amariel, Tróndur, Bárður, Kári, Ingolvur, Olivar, Torbjørn & øll hini gávuríki fólkini Í Havnini búgva nógv góð listafólk. Hesi eru okkara Mentunarsendiharrar sum gera Havnina og Føroyar kend úti í heiminum. Í næstum verður stór framsýning í New York har fleiri av hesum luttaka. Vit frøast og gleðast um listina og taka hana sum nakað sjálvfylgiligt sum ger lív okkara ríkari. Tað er tó ikki altíð líka lætt hjá hesum fólki, sum liva av listini, at fáa endarnar at røkka saman. Bert til máling og útgerð nýtir ein listarmálari umleið Kr 7.000,- um mánaðan. Synd er at siga at Býráðið stuðlar hesum fólkum. Komandi Býráð eigur at stuðla hesum fólki fíggjarliga so at tað munar. Býráðið skal eisini stuðla við at byggja atelier til okkara listarfólk og sum eisini fremmand listarfólk kunnu nýta. Vit hava Listarskálan. Hann er ikki tíðarhóskandi longur. Nýggjir skálar skulu umhugsast. Vit eru errin av okkara listarfólki. Tey ríka okkum, men hava vit eina moralska skyldu yvirfyri teimum. Tey skulu hava umstøður at nýta sínar gávur og kreativitet, ikki til at ganga biddaragongd og venda hvørjum fimmoyra, tað er óverdugt ! Um eg komi í býráðið skal nakað henda á hesum øki. Johan Mortensen Býráðsevni fyri Tjóðveldisflokkin Ungdómsnevnd at ráðgeva politikarunum Øll vita, at tað oft er ringt at fáa samljóð og kanska enntá bert dialog ella samrøðu ímillum politikarar og ungdómin. Hetta er eitt vanligt fyribrygdi, ikki bert í Klaksvík. Tey ungu eru alt ov sjálvdan alment frammi við sínum hugsanin og vera tey tí ofta nevnd tað tigandi ættarliðið. Fyri at bøta um hetta, at politikarnir snøgt sagt ikki vita hvat ið tey ungu vilja, er okkara uppskot at seta eina ungdómsnevnd, ið til dømis kundi haft tvey umboð úr 10 flokki og 2 umboð úr miðnámsskúlunum, at samskifta við politikarnir. Fyri at hetta skal bera til mugu vit eisini hava eina umsiting í býráðnum, ið kann hjálpa og leggja lag á, eins og hon má ráðgeva politikarnum. Vit hava onga mentunnar- ella trivnaðarumsiting á býráðnum í dag, og hetta meta vit er skeivt. Vit hava júst fingið sosialu deild upp at standa, so nú má túrurin verða komin til mentanina. Ein framkomin býur við so livandi mentunnarlívið sum Klaksvíkin kann ikki ongan góðan eiga, tá ið tað kemur til mentan og trivnað. Eg havi skriva tað fyrr og endurtakið fegin, at tað serliga er tey ungu ið ikki hava ítrott ella bara ítrott sum áhugamál, tann bólkurin er serliga við sviðusoð og hetta má bøtast um. Eydgunn Samuelsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin. www.get.to/eydgunn Dimma á einum skráplani? Tað tykist sum at Dimma hevur fingið ómetaliga ilt av, at broyting er komin í, síðani tað vóru "skrivaðu miðlarnir, sum áttu lýsingamarknaðin", sum hon sjálv tekur til í oddagrein í Dimmu 12. oktober. Tað er væl skiljandi, at Dimmu ikki dámar meira kapping á hesum økinum. Men lortaspannin yvir Rás 2 tykist mær rættiliga óskiljandi fyri eitt sokallað óheft tíðindablað. Politikkur til sølu? Í fyrsta lagi sigur sama oddagrein, at "Rás 2 er farin at selja politikk í tíðindahøpi!" Í øðrum lagi verður sagt, at Loftmiðlanevndin "tók eina prinsipiella avgerð herfyri, sum ikki gav Rás 2 loyvi at selja politikk í tíðindahøpi...hetta fyri at halda veruliga upplýsing frá bíløgdum tíðindaflutningi!" Í triðja lagi sigur sama oddagrein, at mentamálaráðharrin, "sum einki skil hevur á fjølmiðlum, gjørdi avgerðina til einkis", og so verður illgitt um, at hann gjørdi hetta eftir innanhýsis politiskum trýsti, og at hann "hevur lagt lunnar undir bíløgdum tíðindaflutningi!" Fyrsti pástandurin er blóðskeivur. Rás 2 er í tíðindahøpi als ikki til sølu og er fullkomiliga óheft politiskt. (Kunnu vit siga tað um Dimmu?) Annar pástandurin er beinleiðis ósannur - Loftmiðlanevndin tók onga prinsipiella avgerð, men vísti harafturímóti á, at soleiðis, sum kringvarpslógin er orðað, so varð "óhefta redaktionella ábyrgdin hjá stovninum sett til viks", og at ætlaðu valsendingarnar ikki vóru sambærligar við lógarinnar tekst. Redaktionell ábyrgd Eingin tíðindaberi - heldur ikki Dimma - hevði funnið seg í, at ein lóg setti óheftu redaktionellu ábyrgdina til viks. Tí kærdi Rás 2 eisini til Mentamálastýrið beinanvegin. Brævið frá Mentamálastýrinum er undirskrivað av Kára D. Petersen, advokati, og ikki av Tórbirni Jacobsen, og er ein juridisk niðurstøða og avgerð. Stýrið vísir á, at Rás 2 hevur loyvi at taka ímóti ískoytisveitingum, og eisini at gera politiskar sendingar, "har tann eina politiska áskoðanin ikki fær størri ávirkan enn ein onnur". Í niðurstøðuni verður beinleiðis sagt, at "soleiðis, sum ætlanin er hjá Rás 2, koma sendingarnar ikki í stríð við ætlanirnar í lóg og kunngerð, og flokkarnir hava ikki størri ávirkan á innihaldið, enn teir vildu havt ella fáa við sendingum í almennu loftmiðlunum uttan at gjalda!" So einfalt. Allir flokkarnir luttaka á jøvnum føti, fáa somu tíð tillutaða, og eingin teirra fær størri ávirkan enn ein annar. Tað vil eisini siga, at journalistiski integriteturin hjá stovninum verður virdur. Og tað merkir eisini, at politisku flokkarnir, sum fáa almennan pening til politiska upplýsing, á jøvnum føti hava loyvi at vera ískoytisveitarar hjá Rás 2. Og óneyðugt skuldi verið at sagt, at hetta hevur einki við tíðindasendingar at gera - sendingarnar verða skrálagdar sum aktuelt upplýsandi tilfar á sama hátt sum vanligt er í ÚF. Troling á landleiðini! At sama oddagrein leggur m.o. okkum undir, at tíðindaflutningurin verður stýrdur av, hvør vil gjalda mest, kunnu vit so bara taka sum eitt fornermilsi. Men tá samstundis verður sagt, at fjølmiðlar við ongum tíðindaflutningi eru óálítandi og lítið áhugaverdir at lýsa í, tí eingin tekur teir fyri fult, so man leiðslan á Dimmu valla nakrantíð tendrað parabolina, tí flestu lýsararnir finnast har, tíðindaflutningurin er minst. Og so mátti fornermilsið hjá Dimmu móti Rás 2 eisini verið óneyðugt. Tá so sama oddagrein samanber okkara lýsingamarknaða við at trola á landleiðini - har nøkur skip trola við almennum stuðuli - so haltar logikkurin heilt álvarsliga. Fyri tað fyrsta spyr fiskurin ikki trolið eftir, hvør eigur tað. Eisini veldst um skiparan, manningina, íløguna og umsitingina. Og høvuðsmunurin millum fiskin og føroysku lýsararnar er, at lýsararnir sjálvir avgera, hvar teir lýsa. Og man tað ikki vera har, trupulleikin hjá Dimmu liggur - at ein lýsari í ein mánaða kann senda 85 ljóðlýsingar á Rás 2 fyri tað, sum ein heilsíða í litum kostar í Dimmalætting!!?? Tá so Dimma harafturat tosar um at "virka undir somu treytum", so skal eg líka heilsa og siga, at vit heldur ikki kunnu krevja lurtaragjald - samanber við haldaragjaldið hjá Dimmu - vit kunnu ikki sløkkja hjá einum lurtara, sum ikki vil gjalda. Vit fáa ongan almennan ella kommunalan stuðul. Vit hava bert inntøkur frá beinleiðis lýsingum og ískoytisveitingum. Tað kostar pengar at keypa eitt eintak av Dimmu - sum forrestin er floytifull av politikki hvønn dag - men tann dag, Beate sendir Dimmu ókeypis út í hvørt hús, tá kunnu vit tosa um at "virka undir somu treytum!" Og legg merki til: Eingin lóg forðar politisku flokkunum í at vera ískoytisveitarar hjá skrivaðu fjølmiðlunum! Størsti vinningurin fyri Rás 2 í hesum sambandi er, at staðfest er, at redaktionella ábyrgdin ikki kann setast til viks, og at tað verður viðurkent, at vit á Rás 2 hava somu redaktionellu ábyrgd sum hinir loftmiðlarnir, og at vit megna einsvæl at umsita eina slíka. Ó.J.Rólantsson Programmleiðari, Rás 2 Barnaansingin í Tórshavnar Kommunu Allir býráðslimir í Havn eru fyri at loysa barnaansingartørvin í kommununi, sum skjótast. Tá Elin Lindenskov í sjálvdrátti ger seg til einaumboð fyri hesum máli og setir tað upp, sum ongin annar er fyri at finnna eina loysn, so er hetta lygn. Málið hevur verið til viðgerðar í býráðnum, men var ov illa lýst og tí var neyðugt at lata tað fara aftur í nevnd. Neyðugt verður at gera eina kostnaðarætlan og eina útrokning fyri hvussu stórt barnatalið verður. Býráðið samtykti einmælt (eisini Elin Lindenskov) á fundi tann 5. oktober 2000 at viðgera tilmælið um barnaansinga í sambandi við ársfíggjarætlanina fyri 2001. Samtyktin var soljóðandi: "Tórshavnar kommuna setir sær sum mál komandi 3 árini at loysa barnaansingartørvin, soleiðis at í seinasta lagi ár 2003 skulu øll børn í kommununi í aldrinum _ ár til 8 ár hava tilboð um mennandi barnagarðs- og frítíðarvirksemi. Slík mál, sum hesi eru altíð nógv frammi upp undir býráðsval og so dovna tey aftur um áttatíðina valkvøldið. Fyri at hetta ikki skal henda verður neyðugt at málið verður kanna til botns soleiðis at býráðslimir kunnu taka støðu til eitt 100 % seriøst uppskot. Schumann Hjaltalin, býráðslimur Barnaansingarpláss - ein rættur At vaksa upp undir tryggum korum er ikki øllum givið. Vit hava sum samfelag eina ábyrgd at skapa best møguligar karmar fyri allar borgarar, har vit serliga hava tey í huga, ið ikki kunnu syrgja fyri sær sjálvum. Hetta ger barnaansingina - ella mangulin uppá somu - til eina uppgávu, ið stórstur dentur skal leggjast á at fáa loysta. Vit vilja virka fyri, at fleiri barnagarðar vera bygdir í komandi setu. Inga F. Hjallnafoss Valevni hjá Sjálvsstýrisflokkinum Hvat er kreppa? Tá eg havi valt at nevna varandi loysnir bæði innan barnaansing og eldrarøkt, so er tað tí, at nevniliga hesi bæði ø.kini hava staði sum nr. 1 hjá øllum flokkum, í tveimum teimum seinastu valstríðunum, og somuleiðis hesu ferð. Tey seinastu fýra árini eru nakrar lagnur komnar fram í fjølmiðlarnar, har familjur hava verið í stórari kreppu, orsaka av, at ein hevur havt dement foreldur, ella nærmastu familju við hesum trupulleika, búgvandi heima. At ein ikki hevur vita nakran annan útveg, enn at fara í fjølmiðlarnar við síni neyð, vísir, hvussu stórur tørvurin er, bara á hesum økinum. Tað finnast eisini nógv, ið hava foreldur, ella avvarðandi búgvandi heima, ella tey búgva í egnum húsum, men tó eru so mikið illa fyri, at tey fyri langari tíð síðani, áttu at havt fingið tilboð um pláss, á sambýli ella røktarheimi. Hvat er so kreppa? Jú tá tú, eftir at hava gjørt alt tað tú kundi og so innast inni veit, at hvussu tú so roynir, so kann tú ikki bæði klára at passa arbeiði, heim, familju og eisini tann dementa ella røktarkrevjandi familjulimin. Kreppa er eisini, tá tú við tínum dementa familjulimi, møguliga hevur verið uppi dag og nátt, tí tú veit, at viðkomandi t.d. er sera kroppsliga væl fyri, og tí kann finna uppá at fara út, allar tíðir á degnum. Tey ið koma út fyri hesum verða skjótt koyrd føst í sínari støðu. Kreppa er eisini, tá tú skal til songar, og tú veit, at ein av tínum nærmastu, ið hevur t.d. ellisbrek og tí ikki kann klára seg sjálvan, møguliga liggur einsamallur í nátt, tí tað eru ongir aðrir møguleikar. Kreppa er eisini, tá tú eftir at hava roynt alt títt besta, ikki kann fáa so mikið av avlastan, at tú hevur møguleika fyri, at kopla frá. Líka mikið hvørji lyftir sitandi býráð kann geva á hesum økjum nú upp undir valið, so skert tað ikki burtur, at her er ov lítið komið burtur úr, í mun til tey lyftir, ið vóru givin, til seinasta býráðsval. Sum valevni Sjálvstýrisfloksins til komandi býráðsval er hettar nøkur av mínum hjartamálum. Ása Olsen Glopraregnið avleiðingar Í 1999 brúktu vit nógvan pening til at umvæla og asfaltera okkar niðurslitnu vegir, og úrslitið vóru vit øll glað fyri. Ætlanin varð tí ikki at brúka so nógv til asfaltering í 2000, men heldur nýta peningin til aðrar ábøtur á vegakervinum. Men hendan ætlan er nú skerd munandi sum ein avleiðing av glopraregninum tann 18. september, sum skolaði asfalt av gongubreytum og vegum, og breyt seg upp ígjøgnum vegir, har avvatningarrørini ikki megnaðu at svølgja, við tí avleiðing, at vit nú standa við einum neyðugum umvælingararbeiði, sum kemur at kosta kommununi minst 5 mill. kr. Tílíkum kann ongin taka hædd fyri, og ongin peningur er avsettur á fíggjarætlanini hjá kommununi til umhvørvisvanlukkur. Men býráðið hevur tikið tað støðu, at býurin skal gerast aftur í sama stand, sum hann var í, áðrenn vanlukkuna, og hevur í hesum sambandi sent Føroya Landsstýri eitt skriv um stuðul. Enn er onki svar komið, men vónandi ganga teir umsókn okkara á møti. Men tað sum kanska øll í býnum hava lagt merki til og ilskast inn á, er almenni standurin á okkara gongubreytum og tað av røttum. Gongubreytirnar eru - nógva stðani - beinleiðis hættisligar at ganga á, og hartil eru tær illa røktar. Kommunan, SEV og Føroya Tele arbeiða við nýtímansgerð av gomlu leiðingunumí býnum. Hetta fer eisini illa við gongubreytunum. Tí verður nú kravt, at gongubreytin skal asfalterast aftur í fullari breidd, og ikki bert bøtt, tá grivið verður í hesari. Ætlanin er, at gera nakað munagott við gongubreytirnar komandi ár. Hetta skal gerast við at seta eitt arbeiðslið, sum burturav skal arbeiða við at fáa gongubreytirnar í býnum gjørdar, so bæði illa gongd fólk og fólk við barnavognum kunnu ferðast uttan ampa. Eisini er ætlanin, at arbeiðið við at gera rundkoyring við posthúsið, av álvara skal fara í gongd. Peningur er settur av til projekteringina. Enn er langur vegur til vit kunnu siga, at vit eru nøgd við umstøðurnar á vegakervinum. Men við tí íløgukarmi, sum Landsstýrið hevur tillutað okkum, er ikki møguligt at seta meira ferð á. Men við eini miðvísari ætlan, koma vit eisini á mál til endan. Hergerð Joensen Forkvinna í Teknisku nevnd Klaksvíkar býráðs Kommunan er okkara heimabeiti - og eitt heimabeiti skal røkjast! Borgarin skal kunna koma nærri at komununi. Tað sæst av øllum brøgdum, at nógv brek eru at rætta her í kommununi. Øll vit uppstillaðu til býráðsvalið eru við at detta um beinini á hvørjum øðrum at vísa á alt, sum eigur at gerast, og sum skal gerast nógv betri og annarleiðis. Alt gott um tað. Soleiðis eigur tað eisini at vera. Kommunan er borgarnir í henni, og í øllum hesum nýggju lyftum gloyma vit ofta, at tað eru allir borgarir, sum gera kommununa. Hon er sum eitt deiggj, sum skal eltast. Alt skal røkjast, einki skal misrøkjast. Eg búgvi á Berjabrekku, og eri forkvinna í Eigarafelagnum Berjabrekka II. Her er eisini eigarafelag fyri Berjabrekku I. Og nú verður farið undir at byggja Berjabrekku III. Í løtuni eru umleið 100 húskir tilsamans heruppi. Vit hava ávísar trupulleikar við kommunini her uppi hjá okkum, og eg havi skilt av øðrum eigarafelagum, at tey hava eisini líknandi trupulleikar. Sumt gongur hampuliga væl, annað gongur slettis ikki. Vit koma nakað áleiðis, og so stendur fast. T.d. hava vit í okkara eigarafelag ferð eftir ferð biðið býráðið um fund viðvíkjandi 3. byggistig, sum jú kemur at hoyra til sama umhvørvi sum vit, men tað gongur striltið. Tað eru hóast alt nógv, sum vit koma at hava til felags, men vit fáa bert at vita, at tá alt er komið meira áleiðis, skulu vit frætta. Men hví skulu vit ikki vera við í planleggingini? Tað eru vit, sum sita eftir við øllum skurðslunum eftir kreppuna og mistøkunum, sum gjørd vóru. Vit vildi so fegin, at Berjabrekkunar I og II tikin við uppá ráð og fingið fylgt við, so vit høvdu kunnað átala, tá vit sóu, at okkurt gekk av skriðini? Og komið við góðum ráðum! Samskiftið millum borgara og kommunu er ikki nóg gott! Her halda vit, at Berjabrekka ongan góðan eigur í býráðnum. Tann trupulleikan vil eg gjarna rætta. Tí stilli eg upp til býráðsval. Hanna Joensen Valevni Tjóðveldislistin Tað ræður um at standa saman Nú eg fekk eina áheitan um at stilla upp til býráðsvalið, helt eg tað vera í lagi. Tað er ikki bara at tosa í krókunum, men at gera seg galdandi. Nú ágangurin er so stórur frá almennari síðu, ja tað er næstan ikki dagur at man ikki hoyrir tingmenn av tingsins røðarapalli grenja inn á Havnina um bæði eitt og annað. Eg haldi tað órættvíst, tí ræður um at standa saman, ikki tí, eg havi einki ímóti bygdafólki, tað er nú einaferð so at tað býr 1/3 av fólkinum í Havnini, okkara høvuðsstaðið. Samferðslan er og verður nógv útbygd, so í komandi framtíð verður eingin trupulleiki at koyra og sigla til Havnar fyri at avgreiða síni ørðindi. William Heinesen tók til, at Havnin er verðsins nalvi, og tað er eingin ivi um tað, tí ræður um at mana alt hatta kjakið um almennar stovnar í jørðina ongantíð ov skjótt. Kollafjørður og Havnin leggja saman 1/1 - 2001, tað frøast vit um, tí Kollafjørður er ein tann besti fjørður í Føroyum. Har eru rættuliga góðir møguleikar til útbyggingar á landi og fram við landi, so her ræður um hjá T.K. at venda eyguni norðureftir. Her hugsi eg serliga um útbyggingar á havnalagnum. Javnaðarflokkurin fer ikki at gloyma tykkum har norðuri tað er púra vist, og vit ynskja tykkum at vera hjartaliga vælkomin í T.K. Ringvegur út á Argir eigur at vera gjørdur, tá ið Marknagilsvegurin er liðugur, tí verandi farleið av Argjum til Havnar er ikki nøktandi, tí bæði á morgni og ávísar tíðir á degnum er ógvuliga trongligt. Bátahylurin her á Argjum hevur ligið á hálvum gekki í nógv ár, eg meini arbeiðið má gerðast liðugt, so økið verður meiri vinarligt.Sum tað sær út í dag er tað ikki nøktandi. Fótbóltsvøllurin er ikki heilt liðugur, har mangla ljós, og ikki at gloyma skýlið á vestursíðini, eg haldi ikki, at vit á Argjum skulu hava ein vøll, ið ikki stendur mát við teir í Gundadali. Barnaansingin má fáast í rættlag, ongantíð ov skjótt, tí sum nú er, er støðan ótolandi. Hetta er eitt mál, ið Javnaðarflokkurin prioriterar rættuliga høgt. Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram um, at ár 2003 skuldi tørvurin á barnaansing verða nøktaður, men hetta uppskotið fekk ikki undirtøku í byráðnum, málið bleiv koyrt í nevnd og verður ikki tikið uppaftur fyrr enn komandi ár. Hetta er ógvuliga óheppið, tí samfelagið er soleiðis samansett, at bæði foreldrini mugu vera úti á arbeiðsmarknaðinum, fyri at fáa endarnar at røkka saman. Hugsi tykkum, um olja verður funnin, sum øll rokna við, tá kunnu hesi foreldur við góðari útbúgving ikki ganga heima og passa børn, tí tá verður brúk fyri teimum í hesi vinnu. Hetta er eitt av teimum málum, ið oljufeløgini prioritera rættuliga høgt, áðrenn tey velja sær eina oljuhavn. Tí ræður um at velja javnaðarflokkin ella eitt av valevnunum á listanum. Sakaris Hansen, valevni hjá javnaðar- flokkinum til býráðsvalið Mentamálaráðharrin aftur á goragangi Góði Torbjørn, skyldmaðurin Nú mást tú taka teg saman. Tað ber ikki til í allari framtíð at siga: Torbjørn er so nýggjur í politikki, og hann kemur uttan av víða havinum og kann sostatt ikki beinanvegin duga at brúka eina framferð, sum hóskar einum statsmanni. Tað ber ikki til í tínum starvi at bera teg at, sum tú gjørdi m.a. í hasi greinini um formann Javnaðarfloksins eftir Dag og viku sendingina 29. september. Nýkomin úr Smyrli svaraði Jóannes fjølmiðlagentu hjá SvF bæði væl, sakliga og púra uttan at senda nakað signal um skaðafrøi, nú óeydnismálið hjá tær sum skipara, varð sent politivaldinum. Tíverri hendi tað enn einaferð, at onnur viðurskifti vórðu løgd í tað sagda orðið, enn tað, sum veruliga varð sagt. Hetta er tíverri eisini galdandi fjølmiðlafólkið á SvF, Katrin Petersen, sum frammanundan dró fullkomiliga skeiva niðurstøðu, sum hon so festi í samrøðuna. Eg loyvi mær tí at endurgeva alt hetta innslagið. So kanst tú og ein og hvør annar lesa, hvat sagt varð og av hvørjum. Tað, sum Jóannes Eidesgaard segði, er skrivað við feitum: Yvirskrift tá "Dagur og vika" byrjar: "Moralurin hjá Tórbjørn Jacobsen er avgerandi fyri, um hann skal leggja frá sær", tað heldur Anfinn V. Hansen, advokatur. Innleiðing: "Tað er einans ein moralskur spurningur, um Tórbjørn Jacobsen eigur at fara frá", sigur Anfinn V. Hansen, løgfrøðingur. Jóannes Eidesgaard heldur, at løgmaður einsamallur eigur at taka støðu til hetta málið, men hann væntar ikki, at løgmaður fer at taka støðu. Innslag: "Er tað ómoralskt at lata ein mann stýra landinum, tá ákæruvaldið ikki heldur hann klára at stýra einum skipi?" "Tann spurningin mugu Tjóðveldisflokkurin og løgmaður taka støðu til. Ongar reglur eru at halda seg til, og tað er við vilja", sigur ein løgfrøðingur, sum var við til at gera stýrisskipanarlógina. Katrin Petersen (KP) fjølmiðlafólk: "Hví eru ongir reglar á hesum her økinum?" Anfinn V. Hansen (AH): "Tað eru reglar á økinum fyri løgtingsmenn. Fyri landsstýrismenn er ikki neyðugt at hava reglar, tí spurningurin er, hvør skal avgera, hvat skal standa í reglunum. Vil mann ikki hava ein landsstýrismann at sita meir, jamen, so er so øgiliga lætt at fáa hann frá." KP: "Hetta er ein spurningur um moral og ikki um reglur, her mugu altso politikkarar royna at finna útav, hvat fólk flest halda er for galið, og hvat er fyrigeviligt?" KP: "Hetta er simpulten ein spurningur um at hava føling við moralinum í fólkinum?" AH: "Ja, tað er spurningurin um at gera tað, sum fólk føla er rætt. Tað kann jú skifta frá samfelag til samfelag, frá tíð til tíð." KP: "Og tí heldur hesin løgfrøðingurin ikki, at tað ber til at samanbera hetta málið við eitt nú John Petersen - málið, tí tað var jú eitt rættiliga nógv øðrvísi lógarbrot. Men leiðarin í Javnaðarflokkinum vísur til júst hetta málið, tá hann skal siga sína hugsan." Jóannes Eidesgaard (JE): "Je haldi, at Anfinn Kallsberg sum løgmaður eigur at taka støðu til, um hann heldur, hetta skal fáa avleiðingar ella ikki. Hinvegin aftur so vita okur tað, at okur hava havt eitt fordømi um tað sama - at ein landsstýrismaður hevur verið ákærdur uttan at verða rikin úr starvi, so at mann kann siga, at Anfinn Kallsberg hevur lagt eina linju, og tað er so hansara val." KP: "Hvørki løgfrøðingurin ella anstøðuleiðarin vilja siga, hvat teir høvdu gjørt, um trupulleikin hjá Tórbjørn Jacobsen var teirra trupulleiki. Men meðan løgfrøðingurin heldur, at fleiri instansir eiga at royna at finna moralsku balansuna, peikar Eidesgaard á ein persón." KP: "Tú vil ikki taka eina støðu um, hvat Tórbjørn Jacobsen átti at gjørt?" JE: "Nei, je haldi, at tað hevði verið skeivt av mær at sagt, hvat je hevði gjørt, um je var Anfinn Kallsberg. Je haldi, at Anfinn Kallsberg skal hava fullan og frían rætt til at taka ta avgerðina." KP: "Tú væntar altso ikki, at hann fer at gera nakað, eftirsum at hann ikki gjørdi nakað, tá John Petersen - málið var fyri?" JE: "Nei tað vildi verið løgið av Anfinn Kallsberg nú at víst konsekventheit, tí hann hevur ikki víst tað áðrenn." Ein og hvør sær, at tað, sum Jóannes ger vart við, eru tvey viðurskifti. Annað er, at tað er løgmaður, sum einsamallur avger slík mál, og hitt er, at lítið talar fyri, at løgmaður fer at gera nakað sum helst, tí hann hevur longu lagt eina linju. Út frá hesum kann hvørt mansbarn og fyrst av øllum mentamálaráðharrin lesa, at ákærurnar móti Jóannesi Eidesgaard hasari samrøðuni viðvíkjandi, eru púrasta burturvið. Tað er týðuligt, at úttalilsini hjá Jóannesi hava minni áhuga, enn hungurin eftir at sleppa at spræna gor og gall á Javnaðarflokkin. Tað kann gott vera, at tað í hesum sambandi hevur týdning fyri eina møguliga avgerð hjá løgmanni, at lønirnar hjá løgtingsmonnum og fólkatingsmonnum verða kunngjørdar. Lønirnar eru ásettar við lóg og atkomuligar hjá einum og hvørjum. Tað hevði tí óivað verið betri fyri trúvirðið hjá mentamálaráðharranum, at tú las lógirnar rætt og kunngjørdi tey røttu tølini, tá tú helt tað hava týdning í sambandi við omanfyri endurgivnu samrøðuna í Degi og Viku. Hvat sáttmálanum um føroyska málið viðvíkur, so kann eg bert vísa til tað, eg áður havi skrivað um hetta evnið. Tað hevði eisini tænt okkara mentamálaráðharra at sett seg inn í málsgongdina í hasum málinum. Eisini sigur tú, Torbjørn Jacobsen, mentamálaráðharri føroyinga, at tað er ein rár hending at síggja javnaðarmann, sum hevur hildið á trolnál, spaka ella hamara. Álvaratos, hetta er ikki tala, sum er sømilig fyri ein mann, sum hevur átikið sær uppgávuna at hava ábyrgd fyri føroyskari mentan. Við seinasta val vóru 6062 javnaðarfólk á vali, og man ikki harímillum onkur hava havt trolnál, spaka ella hamara í hond? Nei, skyldmaðurin, nú mást tú taka teg saman og føra teg fram sum ein mentaðan mann. Tað ber ikki til at fuska við arbeiðnum í so týdningarmiklum starvi, sum Føroya løgmaður og Tjóðveldisflokkurin litu tær til. Hans Jørgensen ODDAGREIN: Ógreið signal frá landsstýriskvinnu TANN nýggja stýrisskipanin við ráðharrastýri og lóg um ábyrgd landsstýrismanna hevur havt stóra ávirkan á politiska lívið í Føroyum. Hóast stór framstig eru hend, er kortini nógv, sum vantar í, sum m.a. formaðurin í Fiskimannafelagnum hevur víst á. Tað verið seg bæði viðvíkjandi regluverki, siðvenju, embætismannaverki og tilvitanini um, at vit liva í einum rættarsamfelag. EIN onnur lóg, sum eisini hevur sett sína týðuligu slóð, er lógin um fyrisiting og um alment innlit í fyrisiting okkara. Henda lógin kom seint. Hóast Føroya Blaðmannafelag strongdi á frá seinast í sjeytiárunum, fingu vit ikki hesa lóg fyrr enn miðskeiðis í nítiárunum. Men í dag kundu vit ikki hugsað okkum eitt samfelag uttan hesa lóg. Henda lógin er fyritreytin fyri, at vit hava eitt víst gjøgnumskygni í samfelagnum. Lógin er komin, og hon verður brúkt, men tað er heilt givið, at høvdu føroysku fjølmðlarnir havt størru orku var væl meiri komið fram. HERFYRI kom undan kavi, at landsstýrismálanevndin hevði ikki fingið øll skjøl í samband við málið um pensjónirnar. Lógin um skjalainnlit hevur tryggjað, at vit fingu hesi skjøl hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum. Tey vísa m.a., at aðalstýrið nærum skuldsetir Almannastovuna fyri ikki at hava hildið landsins lóg í samband við kunngerðir um nakrar persónligar viðbøtur. Men fyrrverandi stjórin á Almannastovuni hevur bæði sett Almanna- og Heilsumálastýrið og landsstýrismannin so dyggiliga upp á pláss. HVØRJAR avleiðingar hetta fær, er ikki greitt, tí hetta er jú sama mál, sum er kastibløðka millum landsstýrismálanevndina og løgmann - ivamálið um, um landsstýrismaðurin handfór lógina á rættan hátt, tá nýggju pensjónirnar vórðu settar í gildi. Hetta er eitt stórt og viðbrekið málsøki, sum málið um sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóran fryi skjótt einum ári síðani vísti. Vit kunnu altíð diskutera, um landsstýrismaðurin klárar seg væl ella illa, men ikki skerst burtur, at signalini frá henni eru ikki altíð líka greið, og tað er óheppið. Líka so óheppið, sum at leggja eftir einum stovni, sum sambært fyrrverandi stjóran-um hevur sítt "á tí turra". Her kiksar okkurt í aðalstýrinum. TAÐ kann ikki góðtakast! At so tvídráttur er komin í pensjónsmálið millum Fólkaflokin og Sjálvstýrisflokkin og kanska fakfeløgini við, er landsstýrisins søk. Og tað kunnu føroyingar bara fegnast um, so vit sleppa undan tí ósamhaldsfastu eftirlønarskipanini hjá Fólkaflokkinum. Útisetarnir aftur í eldin Seks landsliðsspælarar kunnu í vikuskiftinum spæla í donsku og norsku landskappingunum Hóast fótbóltskappingin heima á landi er farin í vetrarfrí, so heldur ein stórur partur av landsliðsspælarunum fram at stríðast á fótbóltsvøllum í Danmark og Noregi. Eftir at europeisku kappingarnar síðsta vikuskifti hildu frí, tí ein rúgva av HM undankappingardystum vóru á skránni, eru landskappingardystir aftur á skránni. Í morgin skulu Jákup Mikkelsen og Herfølge spæla í Aalborg, Todi Jónsson og FCK taka ímóti AGF og Óla Johannesen, og mánakvøldið fara OB og Johan B. Hansen á Odense stadion at spæla ímóti FC Midtjylland. Í OB eru viðurskiftini støðug, og teir somu spælararnir eru tøkir, sum hava verið tað undanfarnu ferðirnar. Í Noregi fær Sogndal í morgin møguleika endaliga at tryggja sær rættin til uppflytingardyst. Teir skulu á útivølli spæla ímóti Raufoss. Í Noregi eru allir tríggir føroyingarnir tøkir, og Sogndal hevur seinastu vikurnar hvørki keypt ella selt spælarar. Herfølge Jákup Mikkelsen og hinir í Herfølge eru framvegis á niðurflytingarplássi. Tað hevur verið arbeitt við at styrkja um hópin. Nú er endaliga greitt, at 27 ára gamli Thomas Christensen, sum áður hevur spælt tveir landsdystir fyri Spania, fer at spæla við Herfølge. Hann verður kortini ikki á liðnum fyrrenn 29. oktober, tá FCK verður mótstøðuliðið. Í morgin er møguleiki fyri, at svenskarin Patrik Bengtsson verður á liðnum hjá Herfølge. Hann er 29 ára gamal miðvallari og spældi 1987-1996 í svenska stórfelagnum IFK Göteborg. Seinastu árini hevur hann verið í triðju bestu deildini í Svøríki í einum felag, sum eitur Falkenberg FH. AaB hevur havt ætlarnir um at vera við í oddastríðnum, men tað hevur hilnast stak illa hjá teimum higartil í ár. AaB er fjórði aftast, nú teir fáa vitjan av Herfølge. FCK og AGF Todi Jónsson hevur havt ein skaða í lærinum at stríðast við síðstu vikurnar. Tá vit fregnaðust fyrrapartin í gjár var ikki greitt, um hann verður í FCK hópinum í morgin. Óli Johannesen verður í AGF ferðalagnum í Parkini. Tað er framvegis nógv ferðsla til og úr illa sperda AGF. Peter Degn, sum hevur havt eina miseydnaða roynd sum yrkisspælari í Onglandi, er aftur í felagnum, og tað er Tomas Ingi Tómasson eisini. Hann hevur verið í Vestmannaoyggjunum í tríggjar mánaðir. Tað var tá hann kom til ÍBV, at Allan Mørkøre kom aftur í HB. Í fyrradagin varð upplýst í AGF, at Michael Nonbo, sum í 1996 kom til AGF úr Næstved, og sum hevur spælt við so at siga hvørja ferð tey seinastu árini, nú hevur skrivað sáttmála við Viborg. Hann fer úr AGF á nýggjárinum. Í FCK vísa teir á, at hagtølini ímóti AGF eru vánalig. FCK hevur bara vunnið 9 av 24 dystum. jh Hans Fróði skal spæla við B68 Toftamenn hava gjørt avtalu við Sogndal um at keypa verjuspælaran leysan av sáttmálanum, sum eisini var galdandi fyri komandi ár Hans Fróði Hansen flytir úr Sogndal og skal komandi ár spæla við B68. Hetta varð greitt mikudagin í hesi vikuni, tá avtala varð undirskrivað millum Sogndal og B68, sum eisini hevur gjørt avtalu við Hans Fróða. Tá Hans Fróði í fjør fór úr HB og til Noregs, skrivaði hann undir ein tvey ára sáttmála. Tí var tað neyðugt hjá B68 bæði at keypa Hans Fróða leysan úr sáttmálanum við Sogndal og at gera eina avtalu við Hans Fróða sjálvan. Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag, váttar, at teir hava gjørt sáttmálar við Sogndal og Hans Fróða Hansen. B68 formaðurin vil ikki siga nakað um pengarnar, men hann sigur, at sáttmálin, sum teir hava gjørt við Hans Fróða, ber við sær, at landsliðsspælarin verður í B68 í fleiri ár. Fleiri kend andlit Hans Fróði Hansen sigur, at hann hevur gjørt av at sleppa ætlanini um at liva av at spæla fótbólt í útlandinum. Hann sigur eisini, at síðani tað gjørdist greitt, at hann ætlaði at flyta aftur til Føroya, hevur hann tosað við fleiri feløg í Føroyum. Tá tað gjørdist greitt, at Sogndal eisini skuldi verða við í handlinum, so vóru tað ikki so nógv feløg, sum vóru áhugað. At tað í síðsta enda gjørdist B68, komst bæði av, at teir høvdu besta tilboðið, og tí eg haldi, at B68 er áhugavert, tí teir eru eitt felag, sum ger nógv við tað fyri at vera við í topinum. Teir hava sagt mær, at liðið verður umleið tað sama, sum tað hevur verið í ár, og tað líkar mær væl. Talan er um góðar spælarar, og so telur tað eisini, at eg kenni teir flestu og havi spælt saman við nógvum teirra, sigur Hans Fróði Hansen. Í 1996 spældi Hans Fróði Hansen við B68. Fleiri av núverandi spælarunum vóru eisini tá á liðnum. Tá Hans Fróði í 1998 og í 1999 spældi við HB, vóru Jákup Eli Olsen, Jan Dam og Súni Fríði Johannesen millum liðfelagarnar. Teir hava allir spælt við B68 í ár, og teir hava allir gjørt avtalu við toftamenn fyri komandi ár. jh Mentalmálarasaríharrin Ongantíð áður og í so stutta tíð hevur nakar slóðað so illa í føroyskum politikki Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Krabbasjúklingar fáa hjálp við kostinum Sjúklingar við krabbameini hava ofta trupulleikar við at fáa nóg mikið og nóg góða føði, men nú kunnu sjúklingar og avvarðandi leita hjálp í nðggjum bóklingi við kostráðum Ein snøggur og litfagur bóklingur skal nú geva krabbameinssjúklingum og teirra avvarðandi eina hjálpandi hond, tá tað snðr seg um kost. Sjúklingar við_ krabbameini hava ofta trupulleikar við at fáa nóg mikið og nóg góða føði. Hetta kann koma av sjúkuni ella hjáárinum av sjúkuviðger_ini. Tað hevur stóran týdning, at bæði sjúklingurin og avvar_andi fáa ráð og vegleiðing skjótast tilber. Ein sjúklingur, ið fær nøkta tørvin á rætta kostinum og ikki lætnar, stendur seg betur ímóti sjúkingi og teimum hjáárinum, sum eru tengd at henni, siga tey, sum hava staðið fyri arbeiðnum at gera bóklingin. Tey eru Margret Mortensen, sjúkrasystur á Landssjúkrahúsinum, Jónhild West, økonoma, og Jansy Gaardlykke, sum er ráðgevandi sjúkrasystur hjá Føroya Felag móti Krabbameini. Ymsir trupulleikar Tað kann vera torført at geva einfalda kostráðgeving til krabbameinssjúklingar, tí tað eru ymisk sløg av krabbameini, og tí eru trupulleikarnir við kosti ymiskir. Men nýggi bóklingurin hjá Krabbameinsfelagnum roynir at taka hædd fyri teimum ymisku trupulleikunum, sum kunnu standast av sjúkuni ella viðgerðini. Bóklingurin er býttur upp í partar, sum koma við uppskotum um, hvussu teir ymsu trupulleikarnir kunnu loysast, og hvør matur hóska seg best til ymisku hjáárinini. Góð koststøða bøtur um líkindini fyri at hava ta_ gott, hóast sjúku og krevjandi viðgerð. Er maturin ikki rætt samansettur kann tað føra til óvirkni, vónloysi og tunglyndi, verður sagt í bóklinginum. Tað er Føroya Felag móti Krabbameini, sum gevur bóklingin út. ek Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Eyðun og Terji savna hittini Ein savnsfløga við bestu sangunum hjá Eyðuni Nolsøe og Terja Rasmussen kemur út um mánaðarskiftið Eyðun Klakstein Í fjør gjørdu teir sína fyrstu fløgu saman, men longu nú er næsta fløgan hjá teimum á veg. Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen verða um mánaðarskiftið aftur fløguaktuellir. Hesaferð er talan ikki um nýtt tilfar, men eitt savn av 18 teimum bestu sangunum, sum teir báðir komponistarnir og tónleikararnir hava gjørt nógvu seinnu árini. Eyðun Nolsøe hevur gjørt sangir til millum annað Frændur, Terja og Føstufressar og sína egnu soloútgávu. Terji Rasmussen var stóri sangskrivarin í Føstufressum og Moirae, og hann hevur eisini havt ein fingur við í spælinum hjá Frændur. Og tá teir báðir góvu sína fløgu út stutt fyri jól í fjør, skrivaðu teir sjálvandi báðir sangir og yrkingar til fløguna. Savna sangirnar Nýggja fløgan fer at fáa heitið Eitt nummar og 17 onnur, og tað er 3'arin sum stendur fyri útgávuni. Hetta er ein roynd at savna nakrar av gomlu sangunum hjá Eyðun og Terja, sum eru rættuliga spjaddir, tá talan er um útgávur, og sum allir ikki eru til at fáa hendur á longur, sigur Høgni Zachariasen, leiðari á fløgudeildini hjá 3'aranum. Eyðun og Terji hava spælt saman síðani 1985, og í fjør góvu teir eina fløgu út í felag. Tí er tað rættiliga upplagt at lata teir báðir verða felags um eina savnsfløgur, heldur Høgni Zachariasen. Sangir av útgávum hjá Frændum, Føstufressum, Moirae, B36, Amnesty og øðrum verða at finna á nýggju savnsfløguni. Heini í Skorini & Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Yngru lærararnir fyri vanbýti Magnus Tausen, lærari í Tórshavnar Kommunuskúla, fílist saman við øðrum lærarum á nýggja tryggingarskipan, ið hevur vakt stóra misnøgd millum lærararnar. Elsa Birgitta Petersen vísir á, at hetta er ein solidarisk skipan, sum er gjørd í røttum fakfelagsanda Lærararafelagið hevur seinastu 20 árini havt eina trygging, ið hevur virkað á tann hátt, at um tú doyrt, fáa tey avvarðandi eitt ávíst útgjald, og tað útgjaldið er so minkað, jú eldri ein verður. Tað vil við øðrum orðum siga, at um ein ungur lærari doyr, fáa tey avvarðandi eitt stórt útgjald. Tá tú so ert 67 ára gamal, fellur tú náttúrliga úr skipanini, og tá ert tú ikki tryggjaður meir. Nú hevur Lærarafelagið gjørt eina nýggja skipan, tí eftir teirra tykki var hin ikki nóg tíðarhóskandi. Nýggja skipanin ber í sær, at útgoldnu upphæddirnar eru nógv størri. Tað vil siga, at doyrt tú, áðrenn tú ert 44 ár, fáa tey avvarðandi 500.000 kr, ert tú millum 45 og 55 ár, lækkar upphæddin niður í 300.000 kr, og hetta stendur við, til tú ert 67 ára gamal. Tá tú so sum lærari ert vorðin 67 ára gamal, fært tú eitt útgjald, sum ljóðar uppá 100.000 kr. Tað, sum nú hevur vakt ans og hevur elvt til stóra misnøgd hjá lærarunum, er, at um vit siga, at ein lærari er 66 ár og níggju mánaðir gamal, er hann við í hesi skipan í tríggjar mánaðir, og fær hann síðani 100.000 kr. í hondina. Ein 25 ára gamal lærari kann harafturímóti seta peningin, hann rindar til hesa skipan, inn á bók og síðani hava 300.000 kr., tá hann er 67 ára gamal. Skipanin er tí sambært Magnusi Tausen sera órættvís, við tað at ungu lærararnir rinda pening til eldru lærararnar. Tað halda Magnus Tausen og aðrir lærarar ikki er heilt rætt, við tað at tað gerst sera ójavnt býtt millum lærararnar, alt eftir hvønn aldursbólk teir hoyra til. Summi gjalda einki og fáa alt, meðan onnur gjalda alt og fáa einki, sigur Magnus Tausen við Sosialin, og tað er í roynd og veru har, ónøgdin hjá lærarunum liggur. Lærararnir gjalda yvir 300 kr. um mánaðin til nýggju tryggingina. Ein helvt fer til upphæddina, sum tey avvarandi fáa, um teir doyggja, meðan hin helvtin fer til hesar 100.000 kr. Rokna vit eitt sindur, rindar ein 25 ára gamal lærari 300.000 kr., til hann er 67 ára gamal og fær 100.000 kr. aftur, meðan ein lærari, sum júst er vorðin 66 ára gamal, rindar umleið 3600 kr. og fær 100.000 kr útaftur. So skeiv er myndin í veruleikanum, sigur Magnus Tausen við Sosialin. Hava sett spurningar Spurdur hvat hann og aðrir ónøgdir lærarar, ætla at gera við málið, sigur Magnus, at tey hava sett nevndini í Lærarafelagnum nakrar spurningar, sum tey vóna, at nevndin kann svara teimum uppá. Síðani ætla tey sær víðari við hesum máli. Vit ætla at fáa eitt kjak í lag inni á internet-heimasíðuni hjá KT deplinum (www.skulin.fo.), har vit vónandi eisini fáa nevndina í Lærarafelagnum uppí, sigur Magnus Tausen. Hann sigur víðari, at tey hava kannað nøkur ting viðvíkjandi bæði trygging og uppsparingum, og niðurstøðan er, at nevndin er farin fullkomiliga skeiv í hesum máli. Tað, sum Magnus eisini fílist á, er hátturin, sum nýttur varð, tá skipanin kom í gildi. Á aðalfundi í juni mánaði varð hetta uppskot lagt fram, uttan at limirnir í veruleikanum vistu, hvat skipanin innibar. Síðani atkvøddu øll fyri broytingini, og nú kemur til sjóndar, hvat hetta veruliga er. Magnus sigur eisini, at hetta er eitt alt ov stórt mál at taka støðu til eftir bara at hava fingið nakrar fáar upplýsingar á einum aðalfundi. Kunningin hevur stutt sagt ikki verið nóg góð eftir tykki Magnusar. Ynskið er, at skipanin við teimum 100.000 krónunum snøgt sagt fall burtur, meðan ein sjálvur ger av, um hann vil spara upp ella ikki. Skipanin kann tó ikki broytast uttan nýggjan aðalfund. Solidarisk skipan Elsa Birgitta Petersen, formaður í Føroya Lærarafelag, heldur ikki, at atfinningarnar hjá teimum ónøgdu lærarunum eru heilt í lagi. Vit hava havt eina trygging síðan 1980, men vit hildu, at tíðin var komin at dagføra hana. Hesum hava vit so arbeitt við í eitt hálvt ár, og á aðalfundi 17. juli í ár, var hon einmælt samtykt, sigur Elsa Birgitta Petersen. Hon er ikki samd í teimum, sum føra fram, at skipanin er órættvís, men heldur, at hetta er ein góð trygging. Hetta er ein solidarisk trygging, sum er gjørd í røttum fakfelagsanda. Hetta er tann sama solidariska skipanin, sum vit hava havt alla tíðina. Allir 750 limirnir verða tryggjaðir uttan mun til, hvør heilsustøða teirra er, sigur Elsa Birgitta. Lærarafelagið hevur eisini sett eina undirnevnd at viðgera nýggju tryggingina, nú lærarar hava gjørt vart við sína ónøgd. Eisini vísir hon aftur, at lærararnir hava verið ov illa kunnaðir um málið. Vit hava havt eina frágreiðing í Skúlablaðnum um ársskiftið, og eisini varð kunnað um málið á aðalfundinum. Uppskotið varð einmælt samtykt, leggur hon dent á, og Lærarafelagið skal halda seg til eina samtykt, sigur formaðurin í Lærarafelagnum. So er spurningurin, hvat undirnevndin kemur fram til í síni viðgerð av málinum, men aðalfundurin skal góðkenna eina broyting. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Trygdarbelti kann bjarga lívi Í frágreiðingini hjá landslæknanum verður sligið fast, at trygdarbelti hevði bjargað lívinum hjá helvtini teimum, sum hava latið lív í ferðsluni tey seinastu 14 árini Síðan 1886 eru 43 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Av teimum nýttu 36 ikki trygdarbelti ella fallhjálm, tá vanlukkan hendi. Landslæknin slær fast, at helvtin av teimum 36 høvdu komið frá vanlukkuni við lívinum, hevði trygdarbelti verið nýtt. Í hesum 14 ára tíðarskeiðnum hevði nýtslan av trygdarbelti kunnað bjargað 18 persónum, og tey flestu av teimum heilt ung fólk. Tí verður heitt á allar førarar og ferðandi við motorakførum um at nýta trygdarbeltið í øllum førum. Trygdarbeltið kann vera munurin á lívi og deyða. í 1999 lótu 14 fólk lív í óhappum, harav sjey í ferðsluni. Hetta talið er stórt samanborið við 1998, tá seks fólk doyðu í óhappi, harav eitt í ferðsluni. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Burðaravlopið ongantíð so lítið síðan 1990 Burðaravlopið í 1999 var 251. Hetta talið hevur ikki verið so lágt í minsta lagi tíggju ár. Fleiri fosturtøkur eru framdar í ár samanborið við tvey tey undanfarnu árini Burðaravlopið er talið av teimum, sum eru fødd á lívi minus deyð. Í 1999 vórðu 632 fødd á lívi, meðan 381 fóru hiðani. Hetta gevur eitt burðaravlop, sum er 251. Hetta tal hevur ikki verið so lágt í minsta lagi tíggju ár. Hagtølini í heilsulagslýsingini hjá landslæknanum fyri1999 eru aftur til 1990. Tá var burðaravlopið heilt uppi á 596, og í fjør var tað tvær ferðir so lítið. Síðani 1990 er burðaravlopið minkað støðugt ár undan ári. Bara í 1997 var burðaravlopið størri enn árið fyri. Í mun til undanfarin ár eru ikki nógv børn fødd í ár. Talið av føddum á lívi er eisini minkað tey seinastu fýra árini. Í 1996 vóru tey 695 í tali, í 1997 vóru 676, í 1998 vóru 641 og í fjør vóru 632 børn fødd á lívi. Síðan 1996 eru 661 børn fødd í miðal um árið. Um hugt verður at miðaltalinum í fimm ára skeiðum síðan 1965, so hevur miðaltalið ongantíð verið so lágt sum nú. Hægst var miðaltalið í tíðarskeiðnum 1965-70. Tá vórðu 892 børn fødd í miðal um árið. Talið av deyðføddum børnum var 6 í 1999. Tríggir dreingir og tríggjar gentur. Tá 632 børn vórðu fødd á lívi, er deyðstíttleikin 9,5 promillu. Í 1995 var deyðstíttleikin 9,2 promillu, meðan hini árini í nítiárunum hevur hann ligið ímillum 1,1 promillu í 1990 og 6,2 promillu í 1998. Eitt barn doyði innan ta fyrstu livivikuna í fjør. Føðifráboðanirnar siga, at jarðarmøðurnar í 1999 høvdu 620 føðandi kvinnur, sum fingu 638 børn, harav seks deyðfødd. Av teimum 632 børnunum vórðu 316 teirra fødd uttanfyri hjúnalag, t.v.s. 50 prosent. Hetta talið var í 1990 42,5 prosent. Síðani er prosenttalið hækkað seinastu árini. Um havt verður í huga, at veruliga talið av føddum børnum er lækkað samstundis, er veruliga talið av børnum, sum eru fødd uttanfyri hjúnalag nøkulunda tað sama ella minni. Lógin um fosturtøku er ikki broytt síðan 1959 í Føroyum. Í lógini stendur, at ein sjúkrahúslækni kann taka avgerð um fosturtøku, um tað stendur um lív ella heilsu hjá kvinnuni. Um fosturtøka skal fremjast av øðrum orsøkum, skulu tveir læknar taka avgerð um hetta. Sambært upplýsingum frá sjúkrahúsunum vórðu í fjør 48 fosturtøkur framdar í Føroyum. Ein á Suðuroyar Sjúkrahúsi og hinar 47 á Landssjúkrahúsinum. Hetta eru tríggjar fleiri enn í 1998 og 26 fleiri enn í 1997. Í 1990 var talið av fosturtøkum 81. Síðani hava forsturtøkurnar verið færri fram til 1998, tá ein hækking aftur varð at síggja. Annars kann nevnast, at nógv tær flestu fosturtøkurnar eru framdar á Landssjúkrahúsinum í Havn. Í Klaksvík eru bara tríggjar fosturtøkur framdar tey seinastu tíggu árini, og eingin síðan 1993. Ein listarlig uppliving í Gamla Turkihúsinum í Leirvík. Tað er týskvøld, klokkan fer at nærkast hálvgum níggju, og fólk byrja so smátt at sessast inni í lítla snotiliga listaskálanum hjá Osmundi. Væl roynist rúmið, úti við 60 fólk fáa sitið og brátt er nærum fullsett, stuttligt at so mong kunnu savnast at lurta eftir kamartónleiki í so lítlari bygd, eisini tá hugsað verður um at tvey onnur tiltøk eru eisini í kvøld - ungdómsmøti og eldrasamkoma. Gamaní onkur fuglfirðingur og enntá einir tveir havnarmenn hava eisini funnið sær veg til Leirvíkar í kvøld at njóta listina. Vit sessast, og meðan vit bíða, njóta vit vøkru málningarnar, teir flestu eftir Jóannes Kristiansen og Sámal Toftenæs, lýsandi Leirvík fyrr og nú í skiftandi ljós- og litspæli, og tað er ikki sørt at hugin eina løtu leitar aftur í barnaár_. Nú koma tær báðar Monika Stauss Joensen og Helene Ringgenberg inn og nú trínur mið-europeisk mentan, tá hon er best, inn ímillum fjøllini og húsini í Leirvík Tað er Sonata fyri cembalo og violin í h-moll eftir Johann Sebastian Bach vit hoyra. Góði gamli Jóhan - og júst á tveimum teim vanligastu ljóðførum á hansara døgum. Hann gongur so spelkin í Leirvíkstúni og fegnast um ljósið og litirnar_ fáir tónasmiðir eru so "universellir" sum hann, og sjálvt um vit onga løtu ivast í nær í tíðini tónleikur hansara varð til, so kann hann altíð og allastaðni nýtast og njótast_ Honum á baki kemur Georg Friedrich Händel við Suitu í d-moll fyri cembalo, og sjálvt um hansara tónamál er líka kent, so verða vit nú spakuliga drigin úr Leirvíkstúni oman í glæstriborgir miðaldarinnar - í Hannover? í London? ella Dublin? - Suitan er samansett av fýra miðaldardansum:. "Allmand" ella "Allemande" er ein seinur hábærsligur dansur við uppruna í Týsklandi. "Corrant" ella "Currante" er ein franskur dansur, eisini seinur, men tónleikurin er krevjandi við nógvum "forsiringum", so Helene sleppur rættiliga at sýna sítt kynstur her. So kemur tann vakra "Sarabandan" við tí kenda lagnum og síðst kemur tann lívligi "Jigg" ella "Gigue" Hetta var alt í alt ein góð løta við góðum barokktónleiki, men nú koma vit spakuliga aftur í Leirvíkstún, tí nú stendur okkara egna Monika aftur á gólvinum við síni fiól og greiðir frá næsta stykkinum: Partita fyri solo violin eftir Frederic Balazs. Hann er føddur í Budapest í 1919, men hevur búð mesta partin av lívi sínum í USA. Hann hevur verið í Føroyum og spælt m.a. saman við Moniku og hetta stykkið hevur hann skrivað til hennara. "A Noiseless Patient Spider" eitur fyrri satsurin. "Ein kvirrur, tolin eiturkoppur" Nú fara vit niður so at siga niður í mikrokosmos - heimin hjá lítla eiturkoppinum og tónleikurin lýsir, hvussu hann tolin spinnur sína nót, hvussu hann klívur sín tráð og bindur sínar knútar . . . . Seinni satsurin eitur "Parade" - ein festlig amerisk skrúðgonga við ymiskum tónleiki, fremst gongur jazzurin, so kemur countrytónleikurin, so sigoynarnir, magyararnir, marsjorkestrið o.s.fr. So skiftir myndin aftur, Helene spælir "Suite de Chansons populaires" - suita við kendum sangum eftir landsmannin og vinmannin Pierre-André Bovey og tað er stuttligt at hoyra at núlivandi tónaskald eisini við hesum aldargamla ljóðfari kunnu geva so góðar lýsingar og tónamálarí sum henda suita: "Clarillon de Vendome" - kirkjuklokkur í Vendome, "Petite camuson" - lítil smátta, "Rossignolet des bois" - náttargalurin í skóginum, "Pastourelle" - um seyð(!) Vit enda í Spania. Malaguena op.21,1 fyri violin og cembalo eftir Pablo de Sarasate. Vit hoyra tær lívligu sponsku rútmurnar og tey yndisligu, kenslubornu løgini, og tað gongur ein góð løta, áðrenn vit koma aftur úr Spania til Leirvíkar - í túni hjá Ragnhild og Sigrid og síggja tey kendu fjøllini aftur í penslastroki teirra Jóannesar og Sámals. Nú bjóða tær okkum kaffi og heimabakaðar vaflur og meðan vit njóta hetta, ganga vit og skoða listverkini betur, meðan tónleikaferðin niðri á europeiska meginlandinum sodnar spakuliga . . . . eitt sera væleydnað mentunnartiltak er at enda, tøkk fái tit sum gjørdu hetta møguligt. Listaskálin kann væl nýtast til slík tiltøk! Dánjal Eysturstein Virka sum >>fjaldar<< lønarhækkingar Og neyvan berjast áhugafeløg líka hart fyri sínum sjónarmiðum, um tey samstundis eru fíggjarliga heft, í ávísum førum at mótpartinum, skrivar Vinnuhúsið Fíggjarmálaráðharrin hevur avgjørt at rudda upp í fundarsamsýningunum innan nevndir og arbeiðsbólkar, sum tað almenna setur. Ein upprudding sum Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur fult undir við, skrivar Vinnuhúsið. Meginreglan verður at almen starvsfólk ikki fáa fundapening um talan er um nevndararbeiði, ið er partur av teirra vanliga arbeiðsøki. Hetta vil við øðrum orðum siga, at samsýning verður ikki givin, um almen starvs-fólk sita í einari nevnd, sum umboð fyri arbeiðspláss sítt, ella sum málsviðgerði av málum, sum er arbeiðsøki hjá tí stovni, sum tey umboða. Samstundis fáa umboð fyri áhugafeløg, fakfeløg ella aðrar áhugabólkar ikki samsýnig fyri at umboða sítt áhugafelag í nevndum ella arbeiðsbólkum. Ligið stillar Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur fult undir við hesum sjónarmiðum. Innan tað almenna hava nevndarsamsýningar í stóran mun virka sum >>fjaldar<< lønarhækkingar, og hetta heldur Arbeiðsgevarafelagið er óheppið. Somuleiðis átti tað at verði ein sjálvfylgja, at tá yrkis- ella fakfeløg ynskja ávirkan við at luttaka í nevndum, so er tað ikki ein uppgáva hjá tí almenna at gjalda fyri hetta. Og neyvan berjast áhugafeløg líka hart fyri sínum sjónarmiðum, um tey samstundis eru fíggjarliga heft, í ávísum førum at mótpartinum. Í hesum sambandi kann nevnast, at fleiri nevndir, sum tað almenna hevur sett, hava ligið stillar seinasta árið, tí fakfeløgini ikki hava viljað luttikið, tí at tey ikki fingu fundarsamsýning. 140 við á oljuráðstevnu Tann 24. og 25. okt. verður oljuráðstevna í Norðurlandahúsinum. Vinnuhúsið og Stephanssons Hús skipa fyri, skrivar Vinnuhúsið Endamálið við stevnuni er fyrst og fremst at fáa oljufeløgini at kunna føroysku vinnuna um ætlannir sínar í leitiskeiðnum, og hvussu tey ætlað at røkka málinum um størst møguliga føroyska vinnuluttøku. Vinnuhúsið skipar fyri ráðstevnuni í samstarvi við Stephanssons Hús. Nú freistin fyri tilmeldingin er farin sæst, at uml. 140 luttakarar verða á stevnuni, og av hesum eru 3/4 føroyingar og 1/4 útlendingar. Útlendsku umboðini eru frá oljufeløgum, nøkur almen umboð og nøkur umboð frá veitarafeløgum. Í so tíðliga Oljubólkurin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði sjálvandi vónað, at fleiri útlendiskir veitarar fóru at nýta høvi at koma hendanvegin, nú oljuleiting stendur fyri durum. Og tískil varð tíð avsett á skránna soleiðis, at stevnan eisini gav møguleikar hjá føroyskum feløgum at hitta hesar. Ásannast má tó, at ráðstevnan kanska liggur í so tíðliga, og at nógvir útlendskir veitarar ikki enn hava tikið støðu til luttøku á føroyskum øki. Tó var valt at leggja hesa stevnuna nú, tí primera endamáli var, at føroysk vinna bleiv kunnað um ætlanirnar hjá oljufeløgunum, skrivar Vinnuhúsið. Føroya Symfoniorkestur konsert við sera fjølbroyttari skrá Sunnudagin 22. oktober klokkan 1600. Solistur: Sámal Petersen í kendu violinkonsertini eftir Felix Mendelsohn. Á skránni annars verk eftir Richard Strauss, Chris Hazell og Lars Erik Larsson. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum. Dirigentur Martin Mouritsen. Komandi sunnudag, tann 22. oktober hevur FSO sína árligu heystkonsert. Henda konsertin verður fjølbroyttari og við eitt sindur øðrvísi skrá enn vanligu symfonikonsertirnar. Á skránni vera fýra verk. Byrjað verður við serenatu fyri 13 blásarar av Richard Strauss. Her fáa træblásararnir í orkestrinum ein møguleika at vísa teir ljómmøguleikarar, sum liggja í "træblásaradeildini" í einum symfoniorkestri. Verkið er fyri tvær floytur, tvær oboir, tvær klarinettir, tvær fagottir, fýra horn og kontrafagott/kontrabass. Ein sera vøkur serenata - veistlukendur tónleikur - eftir kenda týska tónasetaran Richard Strauss, 1864-1949. Næsta verkið á skránni er víðagitna violinkonsertin eftir Felix Mendelsohn,1809 - 1847 við Sámali Petersen sum solisti. Ivaleyst vælumtókta og mest spælda verkið fyri violin og orkestur úr romantiska tíðarskeiðinum. Onkur hevur sagt um verkið, at tað er ikki skrivað fyri violin, men er sprottið úr violinini. Eftir steðg verður eitt annað forkunnugt verk á skránni. Her fáa "messingblásararnir" í orkestrinum at sýna annan ljómmøguleikan í einum symfoniorkestri. Hetta verkið eftir Chris Hazell hevur heitið Three Brass Cats og Another Cat, KRAKEN fyri trompetir, trombonir, althorn og tuba. Seinasta verkið á skránni er Pastoral suita eftir svenska tónaskaldið Lars Erik Larsson. Ein tónamálningur í trimum satsum, avmyndandi vakra svenska landslagið. Samanumtikið kann sigast, at FSO til hesa konsertina hevur sett saman eina sera áhugaverd og avbjóðandi skrá, sum vit vóna verður væl vitjað og móttikin. Komið fjølment og hugnið í Norðurlandahúsinum ein sunnudag seinnapart við vøkrum og áhugaverdum tónleiki í hugnaligum umhvørvi. DMI/Petur Skeel Jacobsen - tummasp@sosialurin.fo Veðrið Eitt lágtrýst, 978 hPa. í útsynning úr Íslandi fer norðureftir og grynnist. Eitt annað lágtrýst, 972 hPa. yvir Atlantshavinum 53N-46V fer í landnyrðing og dýpist. Eitt djúpt lágtrýst, 960 hPa.. í útsynning úr Íslandi fer spakuliga í landnyrðing og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum í kvøld við nógvum vindi. Veðrið í dag: Hann veksur vindin upp í hvassan vind ella skrið av suðri og seinnapartin regn. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið mikudagin: Skrið ella stormur av suðri og útsynningi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið hósdagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og sólglottar, men eisini okkurt ælið. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Andøvsgul upp í ein strúk av suðri, men leygardagin minkar han vindin nakað. Regn av og á og hitin millum 7 og 10 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 978 hPa. í útsynning úr Íslandi fer norðureftir og grynnist. Eitt annað lágtrýst, 972 hPa. yvir Atlantshavinum 53N-46V fer í landnyrðing og dýpist. Í dag: Eitt djúpt lágtrýst, 960 hPa.. í útsynning úr Íslandi fer spakuliga í landnyrðing og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum í kvøld við nógvum vindi. John Johannessen - john@sosialurin.fo Tórbjørn fekk bót Landsstýrismaðurin, Tórbjørn Jacobsen, tók leygardagin við einum sektaruppskoti á 7.000 krónur fyri at hava ábyrgdina av, at Halgafelli rendi á land og sakk í januar Leygardagin tók Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, við einum sektaruppskoti á 7.000 krónur. Bótina fær hann fyri, at hann sum skipari hevði ábyrgdina av, at frystifarmaskipið, Halgafelli, sakk 11. januar. Tað er enn ikki greitt, um hetta fer at fáa politiskar avleiðingar fyri landsstýrismannin. Tjóðveldisflokkurin fer í vikuni at viðgera málið og meta um, hvørt tað skal fáa nakrar politiskar avleiðingar. Síðani tað kom fram, at Tórbjørn Jacobsen fór at verða ákærdur fyri brot á sjóreglurnar í sambandi við óhappið, hevur nógv verið kjakast um landsstýrismaðurin eigur at fara frá, orsakað av ákæruni ella ikki. Á aðraru síðuni hava fólk víst á, at ein landsstýrismaður eigur at fara frá, tá hann er ákærdur fyri at hava brotið landsins lógir. Á hinari síðuni hava fólk sagt tað vera hysteriskt at krevja ein landsstýrismann frá, tí hann er ákærdur fyri at hava verið óskettin í einari keðiligari støðu. Sambært teimum útsagnum, Tjóðveldisflokkurin higartil er komin við í málinum, kann ikki roknast við, at málið fer at fáa stórvegis politiskar avleiðingar fyri landsstýrismannin. John Johannessen - john@sosialurin.fo Landsstýrið kann venda sær til ST Serfrøðingur í altjóðarætt staðfestir fyri landsstýrinum, at Føroyar eru tjóð og hava rætt at venda sær til atjóða stovnar, uttan at spyrja seg fyri hjá donsku stjórnini Danska stjórnin hevur, tá hon fór undir samráðingar við føroyingar um loysing, á ósagdan hátt viðurkent at Føroyar eru ein tjóð, sum hevur sjálvsavgerðarrætt. Hetta staðfestir íslendski serfrøðingurin í atjóðarætti, Gundmundur Alfredsson, í einum uppriti, hann hevur gjørt fyri landsstýrið. Uppritið er gørt, eftir at danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen, fyri tíð síðani gjørdi ST greitt, at landsstýrið ikki hevur rætt at venda sær til atjóða felagsskapir uttan loyvi frá danska uttanríkisráðnum. Hetta gjørdi Niels Helveg Petersen í sambandi við, at landsstýrið spurdi seg fyri hjá ST, um at fáa ein óheftan triðja part upp í fullveldissamráðingarnar. Sambært stýrisskipanarlógini eru pástandirnir hjá danska uttanríkisráðharranum rættir, men íslendski serfrøðingurin í altjóðarætti heldur støðuna vera eina aðra, tá danska stjórnin hevur góðtikið at samráðast við Føroyar um fullveldi. Tá ið danska stjórnin er farin undir at samráðast við føroyska landsstýrið um treytirnar fyri loysing, hevur hon í øllum førum á ein ósagdan ella undirskiltan hátt - og eg meti, at tað er beinleiðis - viðurkent, at føroyingar eru ein tjóð, sum hevur sjálvsavgerðarrætt. Tað skuldi verið greitt við atliti at teim framhaldandi samráðingunum, at spurningurin er ikki longur hvørt, men hvussu og nær, ið føroyingar vilja útinna sín sjálvsavgerðarrætt. Eins greitt er tað, at talan er um sjálvsavgerðarrætt í tí ytra týdninginum, nevniliga um rættin til loysing, sigur Gudmundur Alfredsson í uppritinum. Landsstýrið fer nú at vísa altjóða stovnum á frágreiðingina hjá Alfredsson, men ætlanir eru ikki um at brúka hana móti donsku stjórnini. John Johannessen - john@sosialurin.fo Vil endurskoða Framtaksgrunnin Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum metir Framtaksgrunnin virka alt ov illa. Tí vil hann hava hann endurskoðaðan ella avtiknan Fæst framtaksgrunnurin ikki at virka betur, er einasta loysnin at avtaka hann. Hetta sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í samrøðu við Dagblaðið, sum kom út í gjár. Landsstýrismaðurin er vorðin serstakliga argur inn á Framtaksgrunnin efir at tað kom fram, at hann ikki vildi vera við at fíggja nýggja Hvivltenni hjá Kjartan Joensen. Jørgen Niclasen átalaði herfyri í Degi og Viku Framtaksgrunnin fyri, at hann ikki vildi vera við í hesi verkætlan, sum ein royndur vinnulívsmaður stendur fyri. Ofta fái eg ta fatan, at einasta mál hjá grunninum var at bjarga Føroya Fiskavirking og Fiskasøluni, og at halda teimum á almennum hondum. Alt ov ofta síggja vit, at grunnurin noktar fyri at vera við í annars sera skilagóðum verkætlanum, og tað var í øllum førum ikki meiningin við Framtaksgrunninum, sigur Jørgen Niclasen við Dagblaðið. Landsstýrismaðurin ásannar, at Framtaksgrunnurin kortini hevur verið við í onkrari hissini ætlan, men hevur kortini langt frá virkað sum ætlað. Listin yvir umsóknir, ið hava verið kveistraðar av borðinum, er nærum óendaligur, meðan játtanirnar nærum kunnu teljast á einari hond, sigur Jørgen Niclasen. Tí heldur hann, at tað verður neyðugt at taka spurningin um framtíðina hjá Framtaksgrunninum upp til gjølliga viðgerð. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo 102 ár Elsti maður í landinum, Jógvan Andreas Hansen í Vestmanna, fyllir í dag 102 ár. Hóast høga aldurin, er hann rættiliga birgur, tó at hoyrnin er farin Í dag fyllir elsti føroyingurin, Jógvan Andreas Hansen í Vestmanna, 102 ár. Hóast sín høga aldur er Jógvan rættiliga birgur. Hann er likamliga væl fyri, men hoyrnin bilar kortini. Jógvan er frammi hvønn dag og fylgir við tí, sum hendir rundan um hann. Situr við vindeygað við kikaranum og fylgir við, hvør kemur og fer eftir vágni, og hvør landar til flakavirkið. Jógvan er føddur í Miðvági, men kom ungur til Vestmanna, eftir at bæði foreldrini doyðu frá fimm synum. Sum so mangur annar føroyingur var Jógvan sjómaður í mong ár, men legðist uppi í 1949. Hann arbeiddi seinni hjá SEV og Vestmanna Kommunu. Jógvan var giftur við Binu, sum doyði í 1971. Tey bæði áttu trý børn. Í dag býr yngsta dóttirin, Jona, saman við Jógvani, sum enn er heima hóast sín høga aldur. Tá Jógvan fylti 100 ár hevði Sosialurin samrøðu við hann. Hann greiddi tá frá, hvussu var við skúlagongdini, tá hann gekk í skúla. Um egna skúlagongd hevði hann ikki so nógv at siga, greiddi hann Sosialinum frá. Har var bara tað at fortelja, at hann lærdi einki. Skúlagongdin var ikki hvønn dag, men tað gjørdi einki, helt hann, tí børnini høvdu so nógv annað at gera. Tey tóku lut í og hjálptu til við øllum dagligum arbeiði, sum tá var. Góða heilsu hevur Jógvan havt, og hevur tað framvegis. Fyri Sosialinum segði hann fyri tveimum árum síðan, at hann hevði ongantíð roykt, men tó skráað alt lívið. Og hann hevði verið avhaldsmaður, síðan hann var heilt ungur. Eisini politiskt var hann sannførdur og rættiliga avgjørdur. Hann hevur verið á hvørjum vali og altíð valt Javnaðarflokkin. Sosialurin ynskir Jógvani hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Jazzkonsert í Norðurlandahúsinum Føroya Jazztónleikarafelag skipar í kvøld fyri jazzkonsert í Norðurlandahúsinum, har bæði ungdómar og veteranar fara at spæla Tann fyrsta av fýra konsertum, sum Føroya Jazztónleikarafelag fer at skipa fyri í vetur, verður í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 19.30. Á konsertini í kvøld fara trý føroysk jazzættarlið á pallin. Stamen Stanchev og Edvard Nyholm Debes fara at spæla saman við tónleikarum úr bólkunum Jazzarnir og Tangz. Konsertin verður bygd á smærri bólkar og solistar. Í jazztónleikinum er vanligt, at tónleikararnir royna at finna nýggjan íblástur við at spæla kendar skráir við nýggjari instrumentsamanseting. Tí verða Edvard Nyholm Debes og Stamen Stanchev at hoyra í kvøld saman við tónleikarum úr Jazzarunum og Tangz, verður sagt í tíðindaskrivi frá Føroya Jazztónleikarafelag. Skýlið komið væl áleiðis Nýggja skýlið er 42 metrar langt, og 9 røðir av áskoðaraplássum verða at seta seg á Klaksvík: Arbeiðið at gera nýggja skýlið við fótbóltsvøllin í Klaksvík er nú komið so langt, at tað ber til at sessast í tí. Betongelementini eru sett upp, og nú er eftir at innilokað skýlið. Tá tað er gjørt, verður beinanvegin farið í holt við at gera almennu toilettini, sum skulu vera í skýlinum. Upprunaliga ætlanin var, at arbeiðið skuldi verða liðugt, áðrenn fótbóltskappingin í ár endaði, men tað eydnaðist ikki. 42 metrar langt Arbeiðið at gera nýggja skýlið byrjaði í mai mánaði, og síðani hevur gingið væl. Tað kom eitt sindur upp á tvørs, at eitt verkfall í Danmark forðaði betongelementunum at koma rættstundis til Føroya, men nú eru tey komin og sett upp. Nýggja skýlið er 42 metrar langt, og 9 røðir av áskoðaraplássum verða at seta seg á. Í fyrstu syftu verða beinkir settir upp. Tað er Pól Kristoffur Joensen, sum stendur fyri øllum arbeiðnum við nýggja skýlinum. Klaksvíkar kommuna, KÍ, NFÍ og Áskoðarafelagið hjá KÍ fíggjað arbeiðið, sum eisini hevur fingið stuðul frá landskassanum. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Danskt felag skal projektera nýggja Smyril Eftir ætlan verður arbeiðið at projektera nýggja suðuroyarskipið liðugt 14. desember og kjølurin kann strekkjast næsta heyst Tað er nú greitt, at tað verður eitt danskt felag, sum fær arbeiðið at projektera tann nýggja Smyrilin hjá Strandferðsluni. Tí nú hevur leiðslan á Strandferðsluni gjørt av at lata danska felagið, Knud E. Hansen A/S, fáa arbeiðið at at projektera tað nýggja Suðuroyarskipið. Annars heitti Strandferðslan á fimm feløg um at bjóða uppá projekteringina av einum nýggjum Suðuroyarskipi. Talan var um feløg í Føroyum, Noregi og í Danmark Tilboðini komu øll innaftur, men tvey av feløgunum góvu tilboð saman. Tilboðini lógu úr góðum 500.000 krónum, upp í 800.000 krónur. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at síðani hevur leiðslan á stovninum viðgjørt tilboðini nágreiniliga og harafturat hava fundir verið við tey áhugaverdu feløgini. Tá ið vit viðgjørdu tilboðini, var tað út frá ávísum fortreytum, at vit gjørdu av, hvør skuldi fáa arbeiðið, sigur Reidar Nónfjall. -Eitt nú vórðu tey ymsu feløgini, sum bjóðaðu seg fram, mett útfrá, hvørjar royndir tey høvdu á økinum og hvønn fakligan førleika tey høvdu. Men vit løgdu sjálvandi eisini dent á, hvussu dýr tilboðini hjá teimum ymsu feløgunum vóru, umframt á onnur praktisk viðurskifti. Stjórin sigur, at harafturat hevur arbeiðsbólkurin á Strandferðsluni, sum fyrireikar byggingina av nýggja Smyrli, lagt stóran dent á at tryggja eina projektering, sum er til gagns fyri Suðuroynna tey næstu 15-20 árini, og at velja eitt felag, sum best og bíligast kann ganga øllum teimum nógvu krøvum og ynskjum, sum eru, á møti. Í sambandi við eitt so stórt byggjarí, sum hetta, er tað somuleiðis neyðugt, at felagið, sum projekterar skipið, kann vísa á alt tað nýggjasta innan tøkni og annað í sambandi við at byggja stór ferðamannaskip. Reidar Nónfjall sigur, at samanumtikið hevur Strandferðslan gjørt av at taka av tilboðnum frá Knud E. Hansen A/S. Hetta er eitt felagið, sum er sera væl fyri at loysa júst uppgávur av hesari støddini og av hesum slagnum. Felagið hevur eisini umleið 60 ára royndir í at projektera stór ferðamannaskip. Og harafturat var hetta felagið, sum hevði tað lægsta tilboðið. Knud E. Hansen hevur boðið sær til at projektera nýggja Smyril fyri 525.000 krónur. Tað er 275.000 krónur bíligari enn tað dýrasta tilboðið uppá 800.000 krónur var. Strandferðslustjórin sigur, at arbeiðið byrjar við einum "kick-off" fundi, sum tað eitur á fakmáli. Har verða tær stóru linjurnar til skipið lagdar. Hesin fundurin verður skjótast gjørligt og eftir ætlan skal arbeiðið at projektera nýggja suðuroyarskipið verða liðugt 14. desember 2000. Bíða eftir peningi Reidar Nónfjall sigur, at tað, sum Strandferðslan nú bíðar eftir, er pengum at projektera nýggja Smyril fyri. Løgtingið viðgerð í løtuni eina eina eykajáttanarlóg, har ætlanin m.a. er at játta Strandferðsluni 3,5 milliónir. Væntandi verður hon samtykt í vikuni. Fyrrenn eykajáttanin er samtykt, ber ikki til at skriva undir sátmála við Knud E. Hansen um projekteringina. Men tað er alt, sum talar fyri, at eykajáttanin verður samtykt heilt skjótt, so at sáttmáli kann verða undirskrivaður fyrsta dagin. Reidar Nónfjall sigur, at gongur sum ætlað, er tað væl trúligt, at kjølurin til skipið kann verða strektur næsta heyst. Sostatt skuldi tað borið til at sett skipið í sigling einaferð um ársskiftið 2002-2003, tí eitt skip sum hetta kann byggjast uppá tvey ár, sigur stjórin á Strandferðsluni. Roynd - Sletta meg Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Leita aftur eftir katamarani til Skálafjarðarsiglingina Strandferðslan fer nú aftur at kanna møguleikarnar at royna ein katamaran í siglingini ímillum Havnina og Skálafjørðin Strandferðslan hevur ikki slept ætlanini at leiga eina tvíkilju -katamaran- til at sigla ímillum Havnina og Skálafjørðin. Nú er tað langt síðani, at tað frættist, at ætlanin var at leiga eina tvíkilju til hesa farleiðina, men so hoyrdist onki aftur. Men málið er ikki burturdottið, tvørturímóti. Tí nú fer Strandferðslan aftur at kanna møguleikarnar fyri at leiga eina tvíkilju- til at sigla ímillum Havnina og Skálafjørðin, Tað fer Strandferðslan at gera, tá ið eykajáttanarlógin, sum í løtuni er til viðgerðar í tinginum, er samtykt. Tað er alt, sum talar fyri, at hon verður endaliga samtykt seinni í hesi vikuni og tá fer Strandferðslan aftur at leita eftir eini tvíkilju. Ein partur av uppskotinum til eykajáttanir, sum tingið viðgerð í løtuni, er at játta Strandferðsluni 3,5 milliónir. Av teimum skulu 2,5 milliónir brúkast til útreiðslur til olju til strandfaraskipini. Tað hevur rakt Strandferðsluna serliga meint, at oljan er dýrkað so nógv og tí er ætlanin at lata hana fáa 2,5 milliónir eyka í ár til hesar útreiðslurnar. Tann seinasta milliónin av eykajáttanini skal brúkast til at seta "dedikeraðan radiooperatør" umborð á Dúgvuna og á Trónd. Talan er um fýra mans, sum Strandferðslan má seta til endamálið. Hetta eru radiooperatørar, sum hava til endamáls at taka sær av øllum samskifti í sambandi við eina neyðstøðu, so at skiparin er fullkomiliga leysur av tí. Hetta eru krøv, sum Skipaeftirlitið hevur sett Strandferðsluni. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfeðsluni, sigur, at sostatt hevur eykajáttanarlógin onki við Skálafjarðarsiglingina at gera sum so. Men vit hildu tað ikki verða rætt, at vit fóru at brúka pening til eina tvíkilju at sigla inn á Skálafjørðin, samstundis, sum vit manglaðu pening til endamál, sum eru neyðug, sigur hann. Men fáa vit eykajáttanina, sum alt nú talar fyri, at vit fáa, fer tað aftur at bera til at kanna málið at leiga ein katamaran at sigla á ímillum Havnina og Skálafjørðin. Hann sigur, at í fyrstu syftu verður tað talan um at gera eina roynd at leiga ein katamaran til skálafjarðarsiglingina í ein mánaða, ella so, fyri at vita, hvussu hann roynist. Annars er tað Ternan 1- Gamla Ternan sum hevur røkt ferðasambandið inn á Skálafjørðin. Men í løtuni er hon til fimm árs eftirlit á Skipasmiðjuni í Vági. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo VÍF rennur undan Hóast kappingarárið nóg illa er byrjað, eru longu nú tekin í sól og mána um, at tað fer at verða ógvuliga tungt hjá hinum liðunum at taka VÍF Jákup Mørk StÍF-VÍF 22-27 Tað kendist hjá mongum, sum um var talan um ársins fyrsta toppdyst, tá StÍF og VÍF hittust inni á Skála sunnudagin. Undan hesum høvdu bæði liðini staðið seg avbera væl, og tosið gekk longu heitt um, at ein komandi føroyameistari skal finnast millum hesi bæði. Ikki minst var spenningur um, hvussu leikandi strandavenjarin, Costin Dumitrescu, fór at roynast, nú mótstøðan kom frá einum oddaliðið. Dyggur smeitur hjá StÍF Upp á hendan seinasta spurningin má svarið verða, at so leingi hann var á vøllinum, hevði hann alstóran týdning fyri dystin, og tíverri fyri strandingar var týdningurin heilt sjónligur, tá hann skaddur mátti av vøllinum um miðjan fyrra hálvleik. Fram til tá hevði talan verið um ein serstakliga javnan dyst, har millum lítil og eingin munur var á liðunum. Leikandi venjarin hevði verið við í so at siga øllum teimum málum, sum StÍF hevði fingið, og tað, at vestmenningar royndu at ansa honum, gav sjálvsagt betri umstøður hjá hinum leikarunum. Hjá VÍF var merkisvert, at Áki Olsen ikki var tøkur. Hann meiddi sær fótliðið móti Kyndli, og er enn ikki førur fyri at spæla. Sum so er tó eingin neyð á bakspælarum hjá VÍF, tí samanlagt vóru yvir fýra metrar av hesum. Sámal Joensen man vera tungur hjá flestu verjunum at byrgja upp fyri, og nýggi rumenin hjá VÍF, Negru Nánut, er uppaftur størri, so har er í øllum førum nakað at hugsa um hjá mótstøðumonnunum. Ja, somikið langt stinga teir báðir seg upp, at Sjúrður Holm, sum annars ikki er nakar lítil maður, tóktist nærum svunnin í einki við síðuna av hesum báðum risunum. Sum nevnt, so var talan um ein sera javnan dyst, fram til Costin Dumitrescu noyddist av vøllinum, men eftir hetta byrjaðu vestmenningar beinanvegin at dragna. Ikki tí, munurun gjørdist ikki so øgiliga stórur fram til hálvleikin, men ein sat tó alla tíðina við varhugaðum av, at vestmenningarnir líka sum høvdu tamarhald á støðuni. Undirhaldandi Beinan vegin í seinna hálvleiki gjørdist hetta enn týðuligari, tá VÍf aftur tók seg nøkur mál frá strandingunum, og í roynd og veru var eingin ivi um stigini eftir hetta. Tað tænir tó strandingum til rós, at teir ongan tíð fullu í fátt, men alla tíðina stríddust fyri síni søk, sum tó í seinasta enda vísti seg at vera vónleys. Serliga vóru tað Johansen brøðurnir og so Marius Joensen, sum royndu at bróta ígjøgnum, og best lá tað fyri Mariusi, tá hann við fullari ferð royndi at sleppa sær framvið verjuleikaru. Tað var annars stuttligt at síggja tvídystin millum Alexandur Johansen og John Zachariassen, sum dystaðust úti á veinginum. Báðir hava teir sína avgjørdu styrki í álopspartinum, og hetta viðførdi eisini, at tað viðhvørt gjørdist heldur tunnligt í verjupartinum hjá teimum. Nógvir møguleikar spurdust burtur úr hesum, men hóast hetta, so vildi hvørgin av venjarunum geva seg, við at fremja nakra verjukenda útskifting. Alexandur var tó í fleiri førum óheppum í skotroyndum sínum, og hevði hann havt ein betri dag, kundi væl verið, at dysturin hevði gjørst meira spennandi. Sterkir í verjupartinum Sum nevnt, so hevði VÍF ein risastóran hæddarfyrimum inni á miðjuni, og hetta var eisini í stóran mun viðvirkandi til sigurin. Serliga í verjupartinum kom hetta til sjóndar, har Artur hevði meira enn torført við at koma nóg langt upp, tá skjótast skuldi. Í álopspartinum var fyrimunurin ikki eins týðuligur, og hann átti at verið. Sámal tykist enn ikki at hava funnið sama lagið, sum hann hevur havt tey bæði seinastu árini, og nýggi rumenin tykist ikki at hava eins stóran neyvleika, sum hann hevur styrki í høgra arminum. Hinvegin hevur VÍF framvegis Inga Olsen, og hóast hann heldur ikki skal forsmáast fyri avrikið í verjupartinum, so koma dygdir hansara best til sín rætt í álopspartinum. Serliga kom hetta til sjóndar, tá VÍF eina løtu vóru tveir mans í undirtali. StÍF megnaði ikki at gera sær dælt av hesum, tí tá strandingar skoraðu, tók Ingi bara málið í egnar hendur, og fót einsamallur ígjøgnum verjuna. Leikandi lætt sá tað út til at vera, men neyvan hevði tað verið lætt hjá nøkrum øðrum leikara. Tað var annars merkisvert, hvussu lítlan fyrimun StÍF fekk burtur úr teimum støðum, tá vestmenningar vóru undirmannaðir. Verjuspælið hjá gestunum var til tíðir rættiliga kontant, uttan tó á nakran hátt at vera óreint, og í fleiri førum kostaði hetta tveir minuttir á beinkinum. Hetta gjørdist tó ongantíð avgerandi fyri dystin, tí sum nevnt høvdu gestirnir tamarhald á støðuni meginpartin av tíðini. Stórfavorittur Eftir dystin stendur við risabókstavum sligið fast, at VÍF er fremsti favorittur at vinna FM-heitið. Gaman í er enn nakað tíðliga at gera eina endaliga niðurstøðu, men hinvegin verður sera tungt at aka vestmenningarnar í ár. Bonkurin á liðnum tykist vera ógvuliga breiður, og til dystin sunnudagin máttu teir, umframt Áka Olsen, eisini vera Johnny Joensen fyri uttan. Kortini máttu leikarar sum Harald Bjørgvin, Rógvi Nielsen og Sveinbjørn Poulsen taka til takkar við sessum á beinkinum, og hetta sigur ikki so litið um breiddina. Serliga mundi tað kennast stuttligt hjá Sveinbirni, tá hann móti endanum av dystinum varð sendur á vøllin. Summir áskoðarar >>buuh'aðu<< at honum, men teir flestu klappaðu, og hann slapp so eisini at gera eitt mál móti gomlu liðfeløgunum sínum. Niðurstøðan er tó, at sum støðan er í løtuni, er VÍF fremsti favorittur at vinna FM-heitið. Dysturin í tølum Málskjúttar StÍF: Marius Joensen 7(1), Artur Johansen7(1), Costin Dumitrescu 3, Alxandur Johansen 2, Pauli Poulsen 1, Kristjan Petursson 1, Janus Trygvason 1 VÍF: John Zachariasen 8, Ingi Olsen 7(2), Sámal Joensen 4, Martin Hummeland 3(1), Negru Nánut 2, Rógvi Nielsen 1, Sjúrður Holm 1, Sveinbjørn Poulsen 1 Brotskøst: StÍF 5, VÍF 5 Útvísingar: StÍF 3, VÍF 6 Henning Nicodemussen Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Talvkongurin Grischuk Tann bert 16 ára gamli russarin Alexander Grischuk vann 3rd Tórshavn International. Javnir í stigum varð ukrainarin Ruslan Ponomariov, sum tó hevdi færri mótstøðustig enn Grischuk og endaði sostatt á øðrum plássi. Fremsti føroyingur varð John Rødgaard. Carl Eli Nolsøe Samuelsen Í frálikum umstøðum hava tredivu telvarar í átta dagar húsast í stásiliga Norðurlandahúsinum við tí fyri eyga at stríðast á talvborðunum. Hvør dagur hevur verið ein langur og spennandi arbeiðsdagur fyrst við fyrireiking og síðani at telva teir vanligu 4-5 tímarnar. Fyri okkum telvarar hevur tað verið eitt satt upplivilsi at verið ein partur av tílíkari kapping. 3rd Tórshavn International varð ein succes, heili tólvtúsind áskoðarar hava eygleitt kappingina á alnetinum, www.faroechess.com, og kappingin hevur gjørt Føroyar meira sjónligar á heimskortinum. Við samstarvi við Føroya Sparikassa, Føroya Shell, Føroya Tele, Tórshavnar Býráð og Norðurlandahúsið megnaði Talvsamband Føroyar at skipað fyri hesari stórkapping. Tvídysturin mikli 3rd Tórshavn International varð í roynd og veru ein tvídystur ímillum Grischuk og Ponomariov. Eingin kundi hótta teir, og endaðu teir eisini heili hálvtannað stig framanfyri næsta telvaran sum varð russiskiføddi írin Alexander Baburin. Grischuk vann síni fyrstu seks talv og trý tey seinastu leikti hann javnt, meðan Ponomariov vann síni síðstu trý talv. Einasta tapið hjá Ponomariov varð just ímóti Grischuk. Hesir báðir ungi mennirnir, Ponomariov bleiv seytjan ár undir kappingini, vísti telving í heimsklassa. Torført er at siga, hvør av teimum er tann betri telvarin, men Grischuk hevði sterkari mótstøðu og vann eisini á Ponomariov og tí er hann rætti vinnarin. Fyrsta virðislønin Grischuk ognaði sær, var heili 40.000 krónur. Írin, Baburin, hevði somuleiðis eina góða kapping við bert einum tapi, og endaði einsamallur á triðja plássi. Yngsti telvarin í kappingini, tann trettan ára gamli Teymur Radjabov, kláraði seg væl og ognaði særi eitt tólvta plássi. Hann prógvaði at hann megnar uppgávur ímóti stórmeistarum, og verður uttan iva skjótt stórmeistari sjálvur. Einki føroyskt gjøgnumbrot Eingin av teimum ellivu føroysku telvarnum fingu altjóða gjøgnumbrot á hesum sinni. Vit mugu bara ásanna at størri arbeiði krevst at nærkast útlendingunum og teirra støði. Bert tí einu ferðina í kappingini eydnaðist tað ein av okkum at basa ein altjóða meistara, og tað var heldur soltið. Vit fingu nakrir javnleikir, men vórðu vit verið meira neyvir í avgerandi løtunum vunnu vit fleiri av hesum javnleikum. Teir flestu av okkum høvdu eina minni góða kapping, og teir einastu ið kunna vera nøgdir við úrslit teirra eru Torbjørn Thomsen, Martin Poulsen og Olaf Berg. Hesin seinasti klatraði væl upp eftir ratingstiganum. Til dømis leikti hann javnleik ímóti Flóvini í seinasta umfarinum. Landsliðstelvarnir John Rødgaard, John Arni Nilssen, Flóvin Tór Næs og Ólavur Simonsen telvaðu allir sera óstøðugt. John varð einasti føroyingur ið fekk 50%, men øll hansara stig fekk hann ímóti føroyingum og kann hann tí ikki vera heilt nøgdur við sítt avrik. Hann vann tó eitt gott talv ímóti Flóvini. Sjálvt um føroysku avrikini ikki vórðu av teimum heilt bestu, so varð hetta ein góð upphiting hjá landsliðstelvarnum okkara til OL, sum byrjar seinast í hesum mánaði í Istanbul. Mentamálaráharrin Torbjørn Jacobsen tók sær av steypahandini og helt hann eina mergjaða røðu, har hann til dømis sipaði til at talv er ein partur av mentan okkara, og at hesin ítróttur hoyrdi heima í fólkaskúlanum. Toppurin Grischuk stig av Baburin Føroysku úrslitini John Rødgaard John Arni Nilssen Torbjørn Thomsen Flóvin Tór Næs Heini Danielsen Martin Poulsen Terji Petersen Ólavur Simonsen Olaf Berg C. E. N. Samuelsen Herluf Hansen Inni á eru hópin av myndum frá hvørjum umfari, og somuleiðis øllum telvarnum. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo B71 flutti ikki upp Tað eydnaðist væl og virðiliga hjá leirvíkingum at varðveita plássið í næstbestu deildini Royn verður einasta liðið, sum flytir úr 2. og niður í 3. deild, og Skáli verður einasta liðið, sum flytir úr 3. og upp í 2. deild. Tvey tey síðstu vikuskiftini hava sandoyingar og leirvíkingar verið noyddir at spælt fótbólt, meðan teir samstundis hava hugsað um fjallið. Longu eftir fyrra dystin, sum var á Sandi næstsíðsta vikuskifti, bendi alt á, at LÍF fer at halda fram í 2. deild, og at teir í B71 kunnu heingja bronsukrónurnar á naglan sum minni um eitt gott kappingarár í 3. deild. Og í vikuskiftinum vórðu ábendingarnar so rudduliga gjørdar til veruleika. Á Sandi vann LÍF 4-0, eftir at munurin bara hevði verið eitt mál inntil tað restaðu 20 minuttir. Á heimavøllinum í Leirvík vunnu leirvíkingar ikki minni enn 10-0, eftir at teir í hálvleikinum høvdu verið frammanfyri 4-0. Tíverri eydnaðist tað okkum ikki at fáa fatur á dómaraseðlinum, men vit hava frætt, at pólverjarni báðir skoraðu sjey mál tilsaman. Tomek Resel skoraði fimm mál, og Mirek Gil skoraði tvey mál. Hinum málunum tóku leirvíkingar sjálvir sær av. Ein av ungu spælarunum, Fróði Joensen, skoraði tvey, og fyrsta málið skoraði Jonhard Høgnesen. jh 30. september B71-LÍF 0-4 (0-1) 0-1: Kaj Eli Olsen 18. 0-2: Mirek Gil 79. 0-3: Kaj Eli Olsen 82. 0-4: Jonhard Høgnesen 90. 14. oktober LÍF-B71 10-0 (4-0) Tomek Resel (5), Mirek Gil (2), Fróði Joensen (2) og Jonhard Høgnesen (1) FSV flutti niður Klaksvíkingar fluttu upp, tí teir skoraðu fleiri mál á útivølli enn vágamenninir gjørdu Komandi ár verður næstbesta liðið hjá FS Vágum í 4. deild. Hetta gjørdist greitt mikukvøldið. Tá var FSV í Klaksvík og spældi seinna dystin um eitt pláss í 3. deild. Klaksvíkingar høvdu frammanundan vunnið 4-3 í Vágum. Og so hjálpti tað einki, at FSV megnaði at vinna 2-1 í Klaksvík. Liðini stóðu jøvn í stigum og málum. Reglurnar um upp- og niðurflytingardystum siga, at í sovornum førum er avgerandi, hvat liðið hevur skorað fleiri mál á útivølli. Niðurflytingin boðar frá, at tað hevur gingið skjótt skeiva vegin við fótbóltinum í Vágum. Í 1995 var FSV fyri fyrstu ferð í 1. deild. Umframt at hava lið í bestu deildini, so hevði FSV í 1995 eitt lið í 2. deild. Sørvingar vóru ikki við í FSV fyrstu árini. Besta liðið hjá sørvingum var í 2. deild í 1995. Tað vil við øðrum orðum siga, at í 1995 høvdu Vágarnar eitt lið í 1. deild og tey lið í 2. deild. Í 2001 verður eitt vágalið í 1. deild og einki í 2. ella 3. deild. KÍ endaði aftast í 3. deild í ár og flutti tíski beinleiðis niður. GÍ vann 4. deild og flutti beinleiðis upp í 3. deild. Í finaluni vann GÍ á KÍ. Liðið hjá KÍ í 4. deild kvalifiseraði seg at spæla ímóti næstaftasta liðnum í 3. deild. Tað var FS Vágar. Sambært Norðlýsið ætla teir, sum í ár hava mannað 4. deildarliðið hjá KÍ, sær ikki at spæla í 3. deild komandi ár. 3. deild spælir vanliga klokkan 17 sunnudag. Tað líkar familjumonnum nógv betri at spæla leygardagar enn sunnudagar seinnapart. Tí fara 4. deildarspælararnir hjá KÍ í ár at halda fram í 4. deild. Spurningurin er so, um klaksvíkingar komandi ár fara at fáa skil á 3. deildarliðnum, sum teir tey seinnu árini meiri ella minni hava verið í neyð av. jh 30. september FSVágar-KÍ 3-4 (1-2) 1-0: Jach Johansen 15. 1-1: Kristian Suni Høgnesen 25 1-2: Hans Michael Christiansen 30. 1-3: Kristian Andreasen 55. 2-3: Hilmar Hansen 73. 2-4: Jonhard Høgnesen 77. 3-4: Herning Simonsen 86. 11. oktober KÍ-FS Vágar 1-2 (1-0) 1-0: Karl Marius Poulsen 30. 1-1: Andreas Jensen 70. 1-2: Hilmar Hansen 75. Faxe umhugsar sína støðu Síðstu dagarnar hevur nógv verið skrivað og tosað um aldubrotini í felagnum hjá Jákupi Mikkelsen Hesar seinastu vikurnar hevur Herfølge so at siga hvønn dag verið á skránni í donsku pressuni. Tað hevur verið nógv sagt og skrivað um, at teir lótu tveir spælarar fara til AB, og í síðstu viku vistu donsku fjølmiðlarnir at siga, at tað hevði verið kreppufundur í felagnum. Fíggjarliga stendur ikki serliga væl til, og nú er komið fram, at pengamenn uttanfyri felagið hava havt hálsrætt yvir fleiri spælarum. Nú er hetta broytt. Nýggir pengar eru lagdir í felagið, og nú verður sagt, at viðurskiftini eru komin upp á pláss. Ein av stóru spurningunum í felagnum hevur tær seinastu vikurnar verið, hvussu tað verður við venjaranum. Sáttmálin millum John Faxe Jensen og Herfølge er galdandi til endan á hesum kappingarárinum. Í síðstu viku ljóðaði, at tað var rættuliga sannlíkt, at nýggjur sáttmáli fór at verða undirskrivaður innanfyri einar fjúrtan dagar. Tað varð sagt, at sáttmálin m. a. fór at hava við sær, at Faxe komandi ár bara skuldi venja og ikki skuldi spæla. Venjarin segði sjálvur, at hann avgjørt var áhugaður í at halda fram í felagnum, um lønin og umstøðurnar annars vóru nóg góðar. Umstøðurnar annars sipaðu til tíðindini um, at tað hevur verið nevnt, at venjarin var ikki nóg væl kunnaður, tá tveir spælarar, Steven Lustü og Jesper Falck, vórðu seldir til AB, og tá ein spælari, Jens Madsen, varð seldur til Grikkalands, tá farið varð undir nýggja kappingarárið. Í Herfølge hildu teir seg hava gjørt eina nýggja avtalu við miðvallaran, men sáttmálin var ikki undirskrivaður, og so fleyg frælsi fuglurin. Eftir vikuskiftið hevur pípan hjá venjaranum fingið annað ljóð. Nú verður sagt, at tað er góður møguleiki fyri, at John Faxe Jensen ikki verður í Herfølge komandi kappingarár. Tað kann hugsast, at talan er um samráðingartaktikk, men tað er ein veruleiki, at venjarin hevur sagt, at hann hevur tilboð og følarar bæði úr øðrum feløgum í Danmark og frá útlendskum feløgum. Avgerðin um framtíðina verður tikin í desember, sigur John Faxe Jensen. jh Sogndal skal spæla um bestu pláss í deildini Bara ein føroyingur var á liðnum, tá tað endaliga varð greitt, at Sogndal skal luttaka í endaspæli um eitt pláss í bestu deildini Í Noregi gera teir, sum tað verður gjørt í Føroyum. Kappingarárið í fótbólti er tað sama sum álmanakkaárið. Komandi sunnudag er 26. og síðsta umfarið á skránni í bestu og næstbestu deildini. Sunnudagin varð greitt, at vinarbýurin hjá Klaksvíkini, Tróndheim, aftur í ár eigur besta fótbóltsliðið í Noregi. Rosenborg, sum við sínum avrikum í Europa Cup tey seinastu árini hevur staðfest, at teir eru besta fótbóltsliðið í Norðurlondum, vann 9-0 á Bryne. Harvið varð tað púra greitt, at Rosenborg aftur í ár er norskur meistari. Nýggj avbjóðing Í næstbestu deildini snýr føroyski áhugin seg um, hvussu tað gongst hjá Sogndal. Sunnudagin var føroyska liðið á útivølli ímóti Raufoss. Sogndal var undan 25. umfarinum á triðja plássi, og Raufoss var á fjórða plássi. Dysturin varð spældur innandura í tí, teir kalla Hydrohallen. Talan er um eitt plasttelt, sum verður hildið uppi av lufttrýstinum. Tað var vakurt heystarveður í Noregi sunnudagin, men grasvøllurin í Raufoss var so mikið vánaligur, at tað varð ikki hildið ráðiligt at spæla á honum. Sogndal vann 2-0, og harvið er tað púra greitt, at føroyingarnir skulu halda fram at kappast, eftir at flestu fótbóltsspælararnir í Noregi hava spælt síðsta landskappingardystin. Sogndal skal sunnudagin spæla á heimavølli ímóti Kjelsås. Tá verður talan ivaleyst um fagna á heimavølli yvir góða avrikið í ár. Mikudagin í komandi viku og annan sunnudag verður endaliga avgjørt, um Sogndal komandi ár skal spæla í bestu deildini, tippuliguni, ella um teir skulu halda fram í 1. deild. Tað er ikki endaliga greitt, hvørjum Sogndal skal kappast ímóti um plássið í bestu deildini. Haugesund er niðast í tippuliguni. Teir hava 16 stig og eru fluttir niður. Hitt beinleiðis niðurflytingarplássið fer til Vålerenga ella Start. Bæði liðini hava 21 stig. Tað liðið av hesum báðum, sum sleppur undan beinleiðis niðurflyting, skal helst spæla ímóti Sogndal, men tað er eisini ein lítil møguleiki fyri, at tað verður Bryne, sum hevur 24 stig. Dysturin Leygardagin søgdu vit, at allir føroyingarnir skuldu við Sogndal til Raufoss. Heimasíðan hjá felagnum var ikki dagførd undan evsta markinum hjá okkum. Seinni fríggjadagin vistu teir at siga, at Kurt Mørkøre var leikbannaður, og at ein skaði fór at halda Hans Fróða Hansen frá longu bussferðini. Julian Johnsson var á miðvøllinum í 83 minuttir. Tá sigurin var vísur, varð Julian, sum hevði fingið gult kort, útskiftur. Føroyski landsliðsmaðurin var - sum vanligt - við í nógvum. Tað var eftir, at Julian hevði roynt seg við skoti, at Sogndal fekk hol á. Sjey minuttir vóru farnir, tá Raufoss málverjin hálvbjargaði skotroyndini. Kristian Ystaas, sum avloysti Kurt Mørkøre í álopinum, var fyrstur á returinum. Eftir tíggju minuttir stútaði Julian Johnsson hornasparksinnlegg dygst omanfyri Raufoss málið. Sogndal hevði tak á spælinum mesta partin av tíðini. Tá ein tími var farin, staðfesti U-21 landsliðsmaðurin og vanligi álopsfelagin hjá Kurt Mørkøre, Tommy Øren, sigurin. Tað gjørdi hann eftir snarálop. jh Todi skoraði tvær ferðir Bæði Óli Johannesen og Todi Jónsson vóru á beinkinum frá fyrsta bríksli og komu á vøllin í 2. hálvleiki, tá FCK sendi AGF til hús við stórtapi FCK er av álvara við í kappingini um fremsta plássið í superliguni og harvið um DM heitið, sum Jákup Mikkelsen og hinir í Herfølge nú eiga. At teir í FCK nú ætla at gera gomlu dreymirnar til veruleika var dyggiliga undirstrika seinnapartin sunnudagin, tá illa stadda AGF var í Parkini. Liðið úr Aarhus hevði millum heilt pikkulítið og einki at bjóða uppá. FCK spældi onkra løtuna væl, og teir høvdu als ongar trupulleikar at vinna og harvið lyfta seg upp á næstfremsta plássið í superliguni. Longu í 8. minutti kom FCK framum. Málskjútti var Ståle Solbakken, sum umframt at vera sannførandi stýrimaður á miðvøllinum eisini hevur víst seg at vera málsøkin, síðani hann í summar flutti úr AaB og til FCK. Málið var ein gáva frá AGF. Miðvallarin Lennart Bak sendi bóltin til Ståle Solbakken, sum var púra kaldur, tá hann kom einsamallur ímóti AGF málverjanum. FCK økti til 2-0 tveir minuttir undan steðginum. Høgi og myrki sviin, Pascal Simpson, var púra leysur, tá hann stútaði innlegg úr høgru í málið. Hetta var fyrsta málið hjá nýggja álopsmanninum, sum aftur hesa ferð misnýtti fleiri upplagdar málmøguleikar. Tað gjørdi suåurafrikanarin Sibusiso Zuma so sanniliga eisini. Tvær ferðir Todi Óli Johannesen var á beinkinum hjá AGF, og Todi Jónsson, sum júst er komin fyri seg eftir skaðan, ið helt honum burtur frá landsdystinum í Sveis, var á beinkinum hjá FCK. Óli Johannesen varð settur á vøllin í 66. minutti. Hann avloysti ikki serliga hepna Lennart Bak, sum hevði fingið gult kort. Todi Jónsson kom á vøllin, tá tað restaði eitt korter. Hann loysti Christian Lønstrup av. Hesin hevði verið ytsti miðvallarin í høgru. Thomas Thorninger fór úr vinstru og yvir í høgra borð, meðan Todi kom á plássið í vinstru. Undan sunnudegnum hevði Todi bara skorað eitt mál í hesum kappingarárinum. Tað málið skoraði hann í fyrsta umfarinum, sum var spælt undan ólavsøku. Hesa ferð gekk undan hjá Toda, sum skoraði tvey mál síðstu minuttirnar. Hitt fyrra prikaði hann úr fimm metrinum, og hitt seinna stútaði hann við handara stólpan eftir innlegg úr høgru. jh Jákup aftur bestur í Danmark Hóast stórspælandi føroyskan landsliðsmálverja, so eydnaðist tað ikki Herfølge at fáa øll stigini í Aalborg, sjálvt um teir vóru á odda 2-0 og í ein tíma spældu ímóti tíggju monnum Tá danmarksmeistararnir sunnumorgunin fóru úr Herfølge og til Aalborg, høvdu teir einki ímóti at hava eitt stig við til hús aftur. Tá teir sunnukvøldið vóru aftur á Sælandi, høvdu teir kensluna av, at teir heldur høvdu tapt tvey stig, enn at teir høvdu vunnið eitt stig. Og tað var ikki so undarligt, at teir høvdu hesa kensluna. Tá AaB liðformaðurin, Anders Andersson, í 29. minutti fekk næsta gula kortið og harvið sá reytt og noyddist av vøllinum, var støðan 2-0 til Herfølge. Tí vóru fyritreytirnar hjá heimaliðnum ógvuliga truplar, og tí var einki at siga til, at venjarin hjá teimum, Peter Rudbæk, eftir dystarlok segði, at hann hevði meiri eina kenslu av, at teir høvdu vunnið eitt stig, enn at teir høvdu tapt tvey. Stórspælið AaB hevði mest sum alla tíðina stóra yvirvág í spæli. At teir ikki fingu fleiri mál og harvið vunnu sannførandi sigur, var tað bara ein orsøk til, og tað var Jákup Mikkelsen. Tá danskir fjølmiðlar sunnukvøldið gjørdu upp eftir hetta umfarið, vóru teir ikki í iva: Jákup Mikkelsen var besti málverjin og kom tískil á vikuliðið hesa ferð. At tað var púra uppiborið var sjón fyri søgn. AaB álopsmenninir vóru ferð eftir ferð í uppløgdum støðum at gera mál, men Jákup vardi fyri. Hann hevur altjóða støði, staðfesti frásøgumaðurin í sjónvarpinum, og bæði í útvarpinum og bløðunum vóru teir samdir. Hetta var fyrsta ferðin, síðani tað eftir summarsteðgin varð farið undir nýtt kappingarár, at Jákup Mikkelsen varð mettur at vera besti málverjin í einum umfari í superliguni. Í næstsíðsta umfarinum tapti Herfølge 2-0 ímóti FCK. Tá var spælið hjá Jákupi Mikkelsen á sama støði, sum tað var nú sunnudagin. At Jákup ikki ta ferðina var á vikuliðnum komst av, at dysturin ímillum Herfølge og FCK varð spældur mánakvøld. Vikuliðið verður altíð valt sunnukvøld. Málini Herfølge kom á odda í einum av fyrstu álopunum, sum teir høvdu í Aalborg. Eitt korter var farið, tá Jesper Jacobsen eftir innlegg úr høgru gjørdist púra blankur í málteiginum. Í 24. minutti økti Herfølge til 2-0. Málskjútti eftir snarálopið var Chris Hermansen. Hann lyfti upp um AaB málverjan, sum tóktist hava verið ov skjótur at leypa út. Chris Hermansen, sum undan hesum kappingarárinum kom aftur til Herfølge úr AB, var ovurfegin, og tað var ikki at undrast á. Tað hevur gingið illa hjá lítla álopsmanninum, sum ofta hevur verið á beinkinum. Í fyrsta AaB álopinum eftir steðgin, svav Herfølge verjan. Søren Frederiksen var púra leysur mitt fyri málinum og kundi stúta innlegg úr høgru í kassan. Í 65. minutti javnaði estlendski landsliðsmaðurin Andres Oper. Úr stuttari fjarstøðu smekkaði hann upp undir tværtræið. Bólturin støkk í svørðin, áðrenn ein verjuspælari beindi honum burtur. Bólturin var innanfyri málstrikuna, segði linjuverjin, og so dømdi dómarin mál. AaB fekk stutt undan leikloki bóltin í málið hjá Jákupi Mikkelsen, men linjuverjin kommdømdi fyri rangstøðu. Okkara spælarar hildu seg hava vunnið, tá støðan var 2-0 og teir høvdu mist ein mann. Tí kunnu vit ikki takka øðrum enn okkum sjálvum fyri, at vit ikki fingu øll stigini, segði John Faxe Jensen. jh Talvini hesa vikuna Talv frá nígginda og seinasta umfari. Grischuk kundi við javnleiki ognað sær fyrsta pláss, og sjálvt um hann varð trýstur av svianum Tiger, megnaði hann javnleik. Hjá Ponomariovi varð bara eitt at gera, nevnliga at vinna. Vágoyggin varð hangandi FS Vágar helt fast um sessin í fyrstu deild, tá teir leygardagin bastu fuglfirðingum, men leingi stóð nógv á hjá heimaliðnum Jákup Mørk FS Vágar-ÍF 2-0 (0-0) FS Vágar vann dystin um upp-/niðurflyting samanlagt 4-2 Tað stóð nógv á hjá báðum pørtum, tá fuglfirðingar leygardagin vitjaðu í Sørvági. Seinni dysturin um upp- ella niðurflyting stóð á skránni, og eftir at hin fyrri endaði við javnleiki 2-2, var alt fullkomuliga opið, tá farið var á vøllin. Útivøllurin telur eyka Heimaliðið hevði tó tann fyrimunin, at teir høvd skorað á útivølli, tí í mun til landskappingina telja hesa mál við í roknskapinum, tá samlaða úrslitið av dystinum skal gerast upp. Hetta merkti, at fuglfirðingar skuldu skjóta mál, um teir skuldu hava nakran møguleika at tryggja sær uppflyting, men hetta sást tó ikki aftur á vøllinum. Einamest tóktust gesirnir áhugaðir um at binda fyri í verjupartinum, fyri at lokka heimaliðið nakað niðan á vøllin, so rúmd skuldi verða til kontraálop. Fyrsti partur av setninginum eydnaðist eisini, tí yvirhøvur vóru tað vágamenn, sum høvdu størra trýstið í dystinum. Trupulleikin hjá gestunum var tó, at tað aloftast var ov lítið bit í mótálopunum, og at vágaverjan tí ikki hevði stórvegis trupulleikar av hesum álopsroyndum. Mistu gyltan møguleika Avgjørt størsta møguleikan í fyrra hálvleiki fingu vágamenn, tá teir fingu tillutað eitt heldur óneyðgut brotsspark, tó at dóminum einki bilti. Álopsleikari stóð við rygginum móti málinum, tá ÍF verjuleikari var áhaldsin og rendi mannin um koll, og so var einki at gera. Erlin Joensen í málinum megnaði tó at verja fyri skotinum frá Birgiri Jørgensen, og so kundu trúføstu ÍF áskoðararnir framhaldandi syngja >>Erling á landsliðið<<. Óskipað Av fuglfirðingunum mundu tað tó einamest vera Erling og so áskoðararnir, sum stóðu fyri bestu avrikunum. Úti á vøllinum var í øllum førum ikki nógv, sum bendi á, at talan var um eitt lið, sum ætlaði sær at spæla fyrstudeildarfótbólt komandi ár. Nógvir ófantaligir nærdystir, óneyvar sendingar og lág leikferð eyðkendi dystin, og leingi var eisini líkt til, at talan skuldi gerast um ein málleysan javnleik. Kanska høvdu nervar og eitt langt kappingarár eisini sítt at siga fyri leikligu dygdina, men hinvegin førdi drúgva javnstøðan eisini við sær, at nervin alla tíðina var til staðar. Um miðjan hálvleikin høvdu liðini bæði tó hvør sína vandamikla roynd, men meðan fuglfirðingar skutu við síðuna av úr góðari skotstøðu, skeyt Birgir beint á ÍF málverjan úr fimm metrum, og javnleikur tóktist gerast eitt alt meira sannlíkt úrslit. Við einum av fáu væl spældu álopunum í dystinum, eydnaðist tó brádliga vágamonnum at beina mest sum allan iva til viks. Tór-Ingar Akselsen, sum við sínum skjótleika mundi vera ein hin størsta hóttanin móti fuglfirðingunum, slapp oman at baklinjuni. Rimvydas Bakus fekk bóltin, uttan tó at hava nakra góða skotstøðu, men skilagott bíðaði hann við bóltinum, áðrenn hann rullaði út frá til Hannus Olsen, sum kom rennandi við fullari ferð. Við einum klokkureinum skotið av brotsteigarmarkinum sendi Hannus bóltin niður í handara málhorn, og so kundu vágamenn endiliga draga andan nakað lættari. Leikarar og viðhaldsfólk fagnaðust sjálvsagt um málið, meðan fuglfirðingar hinvegin lógu á vøllinum, iðrandi um, at mál teirra nú tóktist at vera gloppið. Satsaðu alt At tað í seinastu minuttunum gjørdist til enn eitt vágamál var eisini væntandi, soleiðis sum dysturin nú gjørdist. Fuglfirðingar tveittu alt fólkið fram í eini roynd at venda dystinum, og so kundu vágamenn dúva upp á kontrafótbólt. Serliga líkaði hetta Tór-Ingari væl, tað var meira enn tí einu ferðina, at hann rann frá tunnu fuglfarðaverjuni hesa løtuna. Revsingin hjá ÍF fall eisini, tá Tór-Ingar slapp leysur í høgru. Hann helt frá verjuleikarunum, áðrenn hann sendi bóltin flatt inn undir málið, har Igoris Kirillovas við innaru síðuni kundi beina bóltin í netið. 1-0 ella 2-0 var fyri so vítt eisini fullkomuliga líka mikið hjá gestunum. Teir høvdu mist møguleikan fyri einum sessi í bestu deildini, og nú gongur so í minsta lagi eitt ár, áðrenn fuglfirðingar aftur eiga umboð á ovastu rók. Drúgva kappingarár teirra gav einki úrslit í so máta. Vágamenn bjargaðu sær hinvegin enn eitt ár í bestu deildini, og so fæst at síggja, um úrtøkan komandi ár verður betri, enn hon var hesuferð. Gullstríðið er byrjað Javnleikur gjørdist úrslitið, tá tveir av FM-kanditatunum í kvinnuhondbóltunum tørnaðu saman í Klaksvík sunnudagin, og hetta munnu tær á heimaliðnum fegnast um Jákup Mørk Stjørnan-VÍF 23-23 (15-12) Einki var at ivast í, at tað vóru tvey av sterkastu kvinnuliðunum í landinum, sum brustu saman í Klaksvík sunnudagin. Verandi føroyameistararnir úr Stjørnuni tykjast á pappírinum ikki at vera nakað viknaðar. Kanska heldur øvugt, tí vónirnar til Vesna II, ella Vesna Radovic, munnu í øllum førum vera stórar. VÍF, sum gjørdi onkran vørr í fjør, og sum millum annað var einasta lið, sum vann í Stjørnuni í Klaksvík, hevur eisini spílað seg rættiliga út undan árinum. Afturat Ioana Rápa, sum nú á triðja ári spælir við besta kvinnuliðnum, hevur felagið í eisini fingið málverjan, Manuela Stan, og útileikaran, Nikoletta Rodu. Eisini hevur liðið fingið tilgongd av frægum føroyskum leikarum, so alt í alt tykjast tær sterkari í ár, hóast missin av Jacklin Djurhuus. Togaðu og mistu At byrja við var eisini líkt til, at talan skuldi gerast um ein javnan dyst í KÍ-høllini. Eftir at gestirnir høvdu lagt seg á odda fyrstu løtuna, táttaði Stjørnan í aftur, og fram til einir 10 minuttir vóru eftir av hálvleikinum fylgdust liðini sera væl. Seinastu løtuna tóktist tað tó, sum um orkan var um at ganga undan hjá gestunum. Takkað verið Rannvá Andreasen í Stjørnu málinum, kundi heimaliðið seta fleiri mótálop í lag, og moyru vestmannagenturnar fingu ikki gjørt tað stóra, til tess at forða, at heimaliðið kundi fara til hálvleiks við eina trý mála leiðslu. Hjá heimaliðinum ráddi sostatt mest um at halda fast um leiðsluna, tá farið varð út aftur eftir steðgin, men tað var tó skjótt, at gestirnir fingu snarað hesum á høvdinum. Fyrstu 10 minuttirnar eftir steðgin vildi als einki rigga hjá heimaliðnum. Einar tvær ella tríggjar ferðir høvdu tær góðan møguleika at skora, men hvørja ferð endaði alt kortini við, at VÍF skoraði í hinum endanum. Gestirnir komu fram um við tveimum málum, men hóast Stjørnan eftir eitt time-out fekk skil á aftur, so megnaðu tær ongantíð at toga seg fram um aftur gestirnar tað, sum eftir var av dystinum. Málverjin hevði avgerandi leiklut Sum nevnt, so tóktust VÍF genturnar at vera heldur moyrar móti endanum av fyrra hálvleiki, og hetta tóktist eisini vera lagið, nú seinni hálvleikur tók at lakka. Serliga var tað skjóta Andriana Milodanovic, sum nú fór at gera um seg, og tað sigur eisini eitt sindur, at av teimum átta málunum, sum Stjørnan fekk í seinna hálvleiki, stóð navn hennara á seks teirra. VÍF helt tó alla tíðina nevið framman fyri heimaliðið, og tá ein minuttur restaði, fingu tær aftur lagt seg á odda. Stjørnan fekk heldur ikki mál næsta álopið, og tí matchbólturin at kalla spældur yvir til gestirnar seinastu løtuna. Hetta vildi Rannvá í málinum tó ikki hava sitandi á sær. Meðan meginparturin av liðfeløgunum stóðu býttar og hugdu at, fór hon sjálv avstað í kontraálop. Komin niðan á miðjuna tveitti hon bóltin til eina leysa Andrianu, sum eisini var farin í álop, og henda kundi so skjóta seinasta málið í dystinum. Gamaní var framvegis ein minuttur eftir at leika, men hvørgin parturin fekk tó nýtt hetta til nakað sum helst, og gjørdist javnleikur sostatt endaliga úrslitið. Verður helst spennandi Javnleikurin mundi tó heldur ikki vera av eini leið, hóast tað helst vóru gestirnir, sum iðraðu seg mest um hendan. Frá teirri løtu, at tær løgdu seg á odda, megnaði Stjørnan ongantíð at toga seg fram um aftur, men hinvegin fekk VÍF heldur ikki skrykt seg leysan. Við verandi stigaskipan hevur hetta tó fyri fyrst við sær, at hvørki av liðunum misti nakað við javnleikinum, men hinvegin fingu tær heldur ikki skapt nakað hol niður til mótstøðuna. Hvørt hetta fer at eydnast liðunum seinni í ár, er enn ein ósvaraður spurningurin, men í øllum førum bendir tað á tað borðið, at svarið á hendan eisini er svarið upp á FM-spurningin. Dysturin í tølum Stjørnan-VB 23-23 (15-12) Málskjúttar Stjørnan: Andriana Milodanovic 8(2), Anna K. Samson 5, Vesna Tomajek 4(3), Annika Ljósstein 3, Vesna Radovic 1, Joan M. Joensen 1, Birgir Ryan 1 VÍF: Ioana Rápa 8, Fríða Marjunardóttir 5(1), Sóleyð Mikkelsen 4, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 3, Nikoletta Radu 1, Randi Kúrberg 1, Alice Høghamar 1 Brotskøst: Stjørnan 7, VÍF 2 Útvísingar: Stjørnan 3, VÍF 3 Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Alt at siga Liðskiparin hjá FS Vágum, Albert Ari Thomassen, helt eftir dystin, at sigurin móti ÍF bjargaði felagsliðnum í Vágunum Jákup Mørk Tað skiltist á øllum brøgdum, at vágamenn vóru fegnir um sigurin á ÍF leygardagin. Teir høvdu eisini alla orsøk at fegnast, tí við sigrinum megnaði FS Vágar eisini at røkka málinum, sum teir høvdu sett sær undan kappingarársbyrjan. Treyt fyri framtíðini Tá segði Álvur Samuelsen, formaður í felagnum, at framtíðin hjá felagnum var tvinnað saman við, um liðið stóð seg í fyrstu deild, og hesum er liðskiparin als ikki ósamdur í. Sigurin í dag bjargaði lívinum hjá felagnum, heldur Ari fyri. Sjálvandi kann hetta ikki sigast við vissu, men tað rokni eg so við, men um hetta er veruleiki fær man tó ongantíð at vita. Spurdur um hvørjar vónir hann hevði til komandi kappingarárið, segði liðformaðurin, at talan helst verður um enn eitt torført ár. Nú fari eg fyri fyrst at taka mær av løttum, men eg haldi meg tó longu nú kunna siga, at talan verður um eitt sera trupult ár hjá okkum. Tilgongdin av leikarum verður helst millum lítil og eingin. Onkrir av ungu leikarunum fara helst at mennast enn meira, men yvirhøvur er hópurin ov tunnur, og hevur eisini verið tað síðani summarsteðgin. Av spælarum, sum tá fóru, varð einamest tosað um skiftið hjá Darius, men hópur av øðrum spælarum flutti tá eisini úr felagnum, og hetta hevur eisini merkt venjinginga. Hetta merkti nevnliga, at kappingin um plássini gjørdist so at siga eingin, og tá so er, er sera torført at fáa spælararnir at geva seg nóg nógv, og hetta hevur eisini verið sjónligt, tá dystir verða leiktir, heldur liðformaðurin. Hvsussu verður við øllum hesum, ber sjálvandi illa til at taka støðu um nú. At tað ikki altíð gongu sum gitt, er júst lidna kappingarár eitt talandi dømi um, so tað kann hóast alt verða, at talan hjá liðformanninum verður øðrvísi um eitt knapt ár ella so. Fyrstu stigini Uppflytararnir úr Vágoynni fingu fyrstu stigini, tá Tjaldur vitjaði fríggjadagin Jákup Mørk Sóljan-Tjaldur 22-17 (11-6) Kanska hava hondbóltsáskoðarar í landinum enn ikki lært at siga navnið, Dzikgyte, men tá veturin er farin at halla, munnu tey flestu tó helst hava sæð, hvat navnið merkir. Um ikki annað, so kunnu tey bíta merki í heldur vinarligari fornavnið, Simona. Stórskjútti Tað tykist nevnliga sum um, at Sóljan við litaviska leikaranum hevur fingið hendur á einum røttum stórskjútta. Í trimum teimum fyrstu dystunum í bestu deildini, hava vágagellurnar skotið 70 mál, og av hesum hevur Simona átt ikki færri enn 42. Fríggjadagin var tað eisini fyrst og fremst hon, sum var upphavið til fyrstu stigini hjá Sóljuni hetta kappingarárið, tá hon skeyt 14 av teimum 22 málunum, sum heimaliðið fekk. Av Giljanesi frættist annars, at tað yvirhøvur var Tjaldur, sum hevði betra spælið, og við at hyggja at málskjúttaralistanum tykist tað eisini, sum um liðavrikið hjá Tjaldrinum hjá var betri. Har hevði toppskjúttin fýra mál, meðan 6 aðrar býttust um hini 13. Hjá heimaliðinum vóru bert átta mál eftir, tá stórskjúttin hevði tikið sítt. Eisini aðrar Nú skal omanfyristandandi tó heldur ikki skiljast soleiðis, at Sóljan bert er ein spælari. Liðið telur eisini aðrar leikarar, men tað tykist tó, sum um tær eru ov afturhaldnar, til tess at royna nakað sjálvar. Úrslitni hjá liðnum hava tó verið á eini góðari leið, so um tað bert er sjálvsálitið, sum er avgerandi fyri restina av liðnum, fara hinar helst eisini at koma betri við, sum árið líður. Tørvar styrk Hjá Tjaldri tykist tó at vera verri statt. Í fjør fingu teir tær einki stig alt kappingarárið, og nógv bendir eisini á, at hetta eisini verður teirra leiklutur í ár. Hetta skal ikki skiljast sum nøkur niðurgering, men meðan flestu kappingarneytarnir tykjast styrktar í mun til í fjør, er tjaldursliðið so at siga hitt sama. Møguleikin fyri styrki er tó sjálvsagt framvegis til staðar, og fáa runavíkingar til dømis hendur á einum leikara, sum veruliga megnar at hótta við skotum útifrá, kann væl vera, at gerast heldur drúgvari enn væntað. Dysturin í tølum Málskjúttar: Sóljan: Simona Dzikgyte 14(2), Marjun Jørgensen 2, Heidi Haraldsen 2, Jóna Gudmundsen 1, Hertha Simonsen 1, Heidi Maria Akselsen 1, Elsda Egilstoft 1 Tjaldur: Sunrid Gleðisheygg 4(2), Mona Langgaard 3(2), Kristine Ellingsgaard 3, Ann-Mari Østerø 3, Beinta Joensen 2, Oddvá Fossdalsá 1, Heidi Jacobsen 1 Brotskøst: Sóljan 2, Tjaldur 5 Útvísingar: Sóljan 3 Tepur Kyndlasigur Kvinnuliðið hjá Kyndli fekk togað tvey stig frá Neistanum, men tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, at sigurin varð vísur Jákup Mørk Kyndil-Neistin 24-23 (11-10) Luturin hjá hesum dysti í FM-stríðnum tóktist frammanundan minni, enn hann ofta hevur verið seinnu árini. Ikki verður roknað við, at nakað av hesum liðum fer at gera tær heilt stóru skreytirnar í ár, tí hjá báðum pørtum hevur mannfallið verið stórt síðani seinasta vetur. Hinvegin var talan um lokaluppgerð, og líkamikið hvussu víkir og vendur, so verða hesir dystir altíð mettir sum nakað serligt millum bæði leikarar og viðhaldsfólk hjá báðum liðum. Rótut Leikliga var heldur ikki nógv sunnudagin, sum bendi á, at talan var um nakran toppkandidat á vøllinum sunnudagin. Dysturin var frá fyrstu løtu merktir av nógvum persónligum mistøkum, og tað var meira enn tí einu ferðina, at bólturin varð tveittur út av síðulinjuni, tá sendingarnar ikki vóru nóg neyvar. Kyndil var annars tað av liðunum, sum kom betri frá byrjan, men tað var tó skjótt, at Neistin svaraði aftur. Eftir at Kyndil vann sær eina skjóta tvey mála leiðslu, komu tær bláu upp á 7-3, áðrenn nakað aftursvar kom. Serliga var tað í verjupartinum, at tað gekst illa í hond hjá Kyndli hesa løtuna. Borðini bæði tóktust ógvuliga tunn, og hetta viðførdi eisini, at annars sterki miðblokkurin hjá Kyndli varð tægaður sundur, so Annika Thomsen fleiri ferðir nærum ótarnað slapp at sveiggja vinstra arminum. Sum hálvleikurin leið, fekk Kyndil tó aftur snarað dystinum til egnan fyrimun. Serliga vóru tað tær tríggjar, Ann, Lotte og Jórun, sum tóku ábyrgd á seg, og umframt at røkja egnar verjuskyldur, stuðlaðu tær eisini uppundir hjá viðleikarunum. Ann avgjørdi Kyndil kom sostatt fram um aftur, áðrenn liðini fóru til hálvleiks, men steðgurin gav aftur neistakvinnunum nakað av luft. Sostatt gjørdist seinni hálvleikur sera javnur, so hóast talan framvegis ikki var um nakran væl leiktan dyst, so var spenningurin í hásæti alla tíðina. Liðini bæði royndu hvør í sínum lagi at skrykkja seg leysan, men hetta sá ongantíð út til at eydnast. Kyndil fekk tó móti endanum lagt seg tvey mál fram um mótstøðuliðið, men Neistin megnaði tó enn einaferð at svara aftur, og áskoðararnir mundu líkasum hava vant seg við tankan, um at javnleikur fór at gerast endaliga úrslitið. Ann Hansen vildi tað tó øðrvísi, og tá hon í seinastu álopsroyndini varð spæld upp til skot, sveik hon ikki álitið, men langaði bóltin í kassan, soleiðis at bæði stigini endaðu hjá teimum grønu. Ov tunt Hóast talan var um ein javnan, og harav undirhaldandi dyst, so er fatanin eftir dystin hin sama, sum hon mundi vera undan. Nevnliga at hvørki av liðunum kemur at hava nakað avgerandi orð at siga, tá gullmerkini verða býtt. Missurin hjá báðum liðum er snøgt sagt ov stórur í mun til í fjør, og hóast liðini eisini hava havt tilgongd, so tekur tað altíð sína tíð, áðrenn hendan fellur nóg væl inn í heildina. Støðan er tó ikki verri enn so, at um liðini hava ein góðan dag, kunnu tey altíð spæla onkrum av oddaliðunum eitt puss, so tá av tornar, kann væl verða, at kappingin í vetur fer at gerast nógv meira spennandi enn fyri ári síðani. Dysturin í tølum Málskjúttar: Kyndil: Lotte Sørensen 7(4), Jórun Ludvig 5, Kristina Holm 5, Ann Hansen 4(1), Brynhild Klein 2, Anita Kjærbo 1 Neistin: Annika Thomsen 8(2), Súna Mørk 5(2), Mildrid Jacobsen 4, Kára á Dunga 3, Gunvær Hofgaard 2, Birita Wardum 1 Brotskøst: Kyndil 7, Neistin 5 Útvísingar: Kyndil 2, Neistin 3 Neistin hevur takið á Kyndli Sætta landskappingardystin á rað eydnaðist Neistanum at vinna grannauppgerðina, og serliga vóru tað tveir fyrrverandi kyndilsleikarar, sum tryggjaðu sigurin Jákup Mørk Kyndil-Neistin 23-25 (13-15) Tá Kyndil og Neistin hittast í manshondbólti, hevur tað aloftast verið soleiðis, at tað hava verið teir grønu, sum hava átikið sær leiklutin sum favorittar. Eftir sætta Neistasigurin á rað tykist tað tó, sum um vend er um at koma í hetta. Kyndilsmenn høvdu annars ivaleyst vóna, at tað aftur skuldi eydnast teimum at finna gamla stevið aftur, men hesum forðaðu fyrst og fremst tveir fyrrverandi liðfelagar fyri. Svingandi Jacob Jónsson og Lars Winther, sum báðir hava eina fortíð á kyndalliðnum, vóru teir báðir einstaklingarnir, sum høvdu størstu ávirkanina á dystin. Neistin var tó á ongan hátt omaná allan dystin, tí eftir at tað hevði leikað javnt á fyrstu løtuna, tók Kyndil seg rættiliga fram miðskeiðis í hálvleikinum. Neistin svaraði tó skjótt aftur, og tá tað samstundis stóð at kalla stilt hjá teimum grønu, leyp Neistin upp á eina tvey mála leiðslu áðrenn hálvleiksstegðin. Leiðslan kundi enntá verið trý mál, men dómararnir steðgaðu einum neistaálopi, tá teir skuldu geva Regini Petersen tveir fingrar. Ein hending, sum at enda kostaði Regini beinleiðis reytt, tá hann áhaldandi brúkti seg móti teimum báðum í svørtum. Kortspæl Við einum manni í yvirtali skundaði Neistin sær at útbyggja leiðsluna, tá annar hálvleikur byrjaði, og í bakspeglinum kann ein kanska siga, at hendan løtan var avgerandi fyri dystin. Kyndil megnaði móti endanum av dystinum at nærkast Neistanum aftur, men líkt var til til, at takið kostaði ov nógvar kretir, og so kundi Neistin aftur toga seg frá. Eitt, sum sermerkti dystin, var annars, at fleiri av leikarunum tóktist sera heitir, og ofta kom tað til skarpskeringar við bæði mótleikarar og dómarar. Umframt reyða kortið til Regin fekk eisini Kári Mortensen beinleiðis reytt, meðan Hans Áki varð parkeraður á beinkin, eftir at hann tríggjar ferðir hevði sæð teir báðar fingrarnar hjá dómaranum. Sum nevnt omanfyri, so vóru tað serliga teir báðir fyrrverandi kyndilsmenninir, Jacob og Lars, sum slóðaðu fyri neistasigrinum. Lars framdi eina røð av góðum bjargingum, og tók millum annað nøkur brotskøst í avgerandi støðum, meðan Jacob stýrdi tí mesta, tá Kyndil fór í álop. Samanspælið við Elmar Ósá, sum var á linjuni, riggaði til tíðir sera væl, og var eingin maður at spæla til, so royndi íslendingurin seg sjálvur, og úrslitið var nett hitt sama. Skjúttarnir mangla Hjá Kyndli var tað einamest Jens Skipagøta í málinum, sum stóð seg væl, men hann fekk tó sera lítla hjálp frá liðfeløgunum. Jónleif Sólsker og Bjarni Wardum, sum annars vóru toppskúttarnir hjá Kyndli, komu ongantíð veruliga í gongd, og kanska er hetta størsti trupulleikin hjá Kyndli. Nevnliga at tað er ov tunnligt við bakspælarum. Bjarni er ein avbera góður skjútti, men tað tykist, sum ov stór ábyrgd er á hansara herðum í so máta. Heldur ikki tykist tað rætt, at Jónleif verður noyddur at royna so nógv sjálvur, tí evni hansara sum spælskipari munnu vera millum tey bestu í landinum. Skal Kyndil ikki fella heilt burtur í FM-stríðnum, longu áðrenn tað er byrjað, er alneyðugt, at okkurt verður gjørt við henda trupulleika sum skjótast. Spurningurin tykist tó vera, hvaðani loysnin til hetta skal koma. At felagið hevur alt nógvar frægar skjúttar hjálpir lítið, tá hesir ikki eru tøkir hjá felagnum. Dysturin í tølum Málskjúttar: Kyndil: Bjarni Wardum 7, Jónleif Sólsker 6 (4), Janus Einar Sørensen 4, Regin Petersen 2, Heini Bentsen 2, Uni Wardum 1, Hans Áki Dal-Christiansen 1 Neistin: Jacob Jónsson 6, Kári Mortensen 4, Elmar Ósá 4, Helgi Justinussen 4(3), Áki Mørk 3, Ári Rouch 3, Regin Didriksen 1 Brotskøst: Kyndil 7, Neistin 4 Útvísingar: Kyndil 6, Neistin 6 Diskvalifikatión: Kyndil 2 (1 beinleiðis og ein 3*2 minuttir), Neistin 1 (beinleiðis reytt) ODDAGREIN: Talv á heimsstøði HESAR seinastu dagarnar hevur Norðurlandahúsið - hetta okkara so kæra og frálíka hús - verið karmurin um eitt tað størsta talvtiltakið, ið hevur verið fyriskipað í Føroyum. UMLEIÐ 30 telvarar hava sett hvørjum øðrum stevnu alla farnu viku. Millum teirra nakrir av heimsins bestu telvarum, her serstakliga komandi stjørnur á talvhimmalinum, unglingar, sum um ikki so mong ár fara at bjóða sjálvari heimselituni av. Tað er ikki langt við síðuna av at siga, at millum útlendsku telvararnar, sum hava víst fram síni kynstur í Norðurlandahúsinum seinastu dagarnar, finna vit ein komandi heimsmeistara. Meira um hetta inni í blaðnum. HVÍ taka slíkt spæl sum talv fram á hesum stað? Jamen, hví ikki! Hóast talv ikki dregur eins mong til sín sum eitt nú fótbóltur, so er tað nakað serligt við hesum spæli. Nakað magiskt, nakað dragandi, nakað lívskveikjandi. At fara undir telving er eitt lívlangt projekt segði formaðurin í Talvsambandinum við útvarpið sunnukvøldið. Og hetta man helst eisini vera ein sannroydnunum - eitt av loyndarmálunum - við hesum spæli. Tú kanst byrja at telva sum heilt ungur, ja sum smádrongur og halda fram til tú er tilkomin ella komin longur upp í árini. Tú verður ongantíð liðugur at menna teg til ein enn betri telvara. Tað er avbjóðingin. Tað dragandi megin, magnetin í hesum fremstaav øllum heimsins spølum og kappingargreinum. TAÐ er einki minni enn eitt bragd, tá okkara talvfólk megna at fáa fleiri av heimsins bestu telvarum at koma til Føroya og her geva okkara egnu telvarum íblástur. Tað krevur so sanniliga bæði hugflog, fyriskipanarevni og ikki minst dirvi og vilja at fáa heimselituna henda vegin. Nýggja teldutøknin letur eisini upp fyri ótrúligum nýggjum møguleikum. Kring allan heimin kunnu telvarar fylgja heimselituni, sum telvar í Norðurlandahúsinum. Tað skapar í sær sjálvum aftur áhuga fyri hesum fjarskotna blettinum á heimskortinum. So ikki bert fótbólturin er ambassadørur fyri føroysku tjóðina. Talvið er tað so sanniliga eisini. VIT eru fá og smá men vit megna nógv vilja vit tað. Tað hava ikki minst okkara ítróttafólk víst á vølli. Men tað eru ikki bara úrslitini, sum telja. Tað at vera við, tað at vísa áhuga, tað at vera við til at skapa nakað, seta í gongd, fyriskipa og rætt og slætt geva lívinum eitt innihald aftrat er so sanniliga eisini at meta um eitt gott úrslit - og er aftur tann so altavgerandi og týðandi íblásturin til at vilja koma víðari. Og hann kemur nettupp við at bjóða teimum stóru av og at síggja teir bestu royna seg á heimabeiti. Hóast okkara telvarar ikki megnaðu tað heilt stóra í drúgvu kappingini, so hevur tiltakið verið ein góð upphiting til ta olympiadu, sum talvlandslið okkara nú fer til. Seinast í hesum mánaðinum fara nakrir av okkara fremstu telvaraum til Turkaland at umboða føroysku tjóðina í talvolympiaduni. Vit kunnu bert ynskja teimum góða kapping. Og lat okkum eisini takka Talvsambandinum og teimum fyritøkum, sum hava viljað stuðlað, fyri eitt frálíkt tiltak. NORÐURLANDAHÚSIÐ hevur verið karmurin um hetta stóra tiltak og hevur enn einaferð staðið sína roynd. Hetta frálíka og lívsheita hús hevur vissuliga verið føroysku tjóðini og hennara virðum kærkomið. Húsið hevur fyrst og fremst verið flaggberi fyri mentanarlig avrik, men tað er eisini í miðdeplinum, tá vinnulívsfólk fylkjast at røða um framtíðar vinnumál. Komandi vikuskiftið er fiskivinnuting í húsinum. Í næstu viku er oljuvinnuráðstevna har. Og í farnu viku vóru talvfólkini har. Føroyingar allir sum ein hava alla orsøk til at fegnast um hetta frálíka hús, sum skorar eitt 11-tal fyri og annað eftir. Og vit vilja eisini bera leiðsluni og starvsfólkunum har øll góðynski. Sosialurin Reint kot Reint kot Vónandi er samgongan væl fyrireikað til fjórða samráðingarumfar Tinghúsið nýggjan ham Í fyrstu syftu verður tinghúsið bert broytt uttan. Seinni er ætlanin at broyta tinghúsið innan eins og at gera løgtinginum høli í telefonverksbygninginum Arbeiðið við at skifta klædningin á Tinghúsinum er nú um at vera liðugt. Talan er kortini bara um fyrsta byggistig, sum umfatar arbeiðið at skifta klædningin og at gera eina slisku í norðurendanum, soleiðis at fólk í koyristóli sleppa inn í tinghúsið. Men ætlanin er kortini størri enn so. Upprunaliga var eisini ætlanin í fyrsta byggistigi at taka niður tornið á bygninginum hjá Telefonverkinum, men hetta er kortini útsett. Annað byggistig umfatar innrætting av tinghúsinum, millumbygning millum Telefonverkið og Løgtingið og innrættan av ovastu hæddini á Telefonverksbygniginum. Triðja byggistig fevnir um at gera restina av Telefonverksbygninginum til umsitingarhøli hjá Løgtinginum. Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni sigur tó, at alt hetta kortini ikki er greitt enn, tí áðrenn støða kann takast til hetta, skal Føroya Tele umskipa allan teknikkin, sum framvegis er í bygninginum við Tinghúsvegin. Tinghúsið og telefonverkið knýtast saman Enn er heldur ikki greitt, hvussu tinghúsið og telefonverksbygningurin skulu knýtast saman. Eitt uppskot er at gera eina millumbygning úr glasi, sum samstundis skal hýsa høvuðsinngongdini til løgtingið. Annað uppskot er at gera eina gongd undir jørð millum telefonverksbygningin og kjallaran í tinghúsinum. Bygginevndin hevur fund um málið í dag. Høvuðsinngongdin hjá tingmonnum verður fyribils í sama stað, sum hon hevur verið í suðurendanum. Men tá tinghúsið endaliga verður liðugt, verður tann inngongdin norðanfyri, og tá verða bert tvær størri glashurðar í suðurendanum, sum kunnu nýtast sum inngongd í serliga hátíðarhald, eitt nú á ólavsøku, sigur Súsanna Danielsen. Eisini misnøgd í 1907 Tinghúsið fer nú aftur at líkjast tinghúsinum, soleiðis sum tað sá út aftan á um- og útbyggingina í 1907. Seinast í sjeytiárunum varð tinghúsið aftur umbygt, og varð tað tá takt við flag, eins og vindeygu og klædningur vórðu skift. Nógv orðaskiftið hevur verið um útsjóndina á tinghúsinum - og um, at formansskapurin ætlaði at taka tinghúsið burtur. Henda ætlan er koritni slept, tó at formansskapurin hevur stórar umbygginar í umbúna. Men tað var eisini mikið orðastríð um útsjóndina á tinghúsinum í 1907. Tá hildu menn, at tað sømdi seg lítið at klæða tignarliga tinghúsið við rukkublikki og vístu á, at munur var á Havnar Kommunu sum í fá ár framman undan hevði latið bygt stásiliga kommunuskúlan, sum varð laðaður við gróti. Tinghúsið er bygd í 1854 at hýsa nýggja løgtinginum, sum varð endurreist í 1852. Gamla løgtingið varð niðurlagt í 1816, tá Føroyar gjørdust amt, og endurreist sum ráðgevandi stovnur hjá donsku ríkismyndugleikunum viðvíkjandi stýringini av Føroyum. Fyri 1816 og frá 1852-54 helt Føroya Løgting til í tingstovuni í Gongini, har Landsbanki Føroya nú heldur til. Veðrið Eitt djúpt lágtrýst, 952 hPa. Í landsynning úr Hvarvinum fer móti Íslandi og grynnist nakað. Djúpa lágtrýstið í útsynning úr Íslandi fer spakuliga inn yvir Ísland og grynnist. Veðrið í dag: Hann veksur vindin upp í hvassan vind ella skrið, í støðum upp í storm, av suðri og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið hósdagin: Strúkur í vindi ella hvassur vindur av suðri og útsynningi og sólglottar, men eisini ælingur. Hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið fríggjadagin: Hann minkar vindin niður í andøvsgul av útsynningi og sólglottar, men kanska okkurt æli. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið leygardagin: Lot til gul av landsynningi ella av ymsum ættum og regn av og á. Hitin millum 7 og 10 stig. Í gjár: Eitt djúpt lágtrýst, 952 hPa. Í landsynning úr Hvarvinum fer móti Íslandi og grynnist nakað. Í dag: Djúpa lágtrýstið í útsynning úr Íslandi fer spakuliga inn yvir Ísland og grynnist. John Johannessen - john@sosialurin.fo Krevur treytaleysa umberging Høgni Hoydal krevur í opnum brævi, at Jóannes Eidesgaard gevur Føroya fólki treytaleysa umbering fyri framferð sína, tá landsstýrið vendi sær til ST fyri at fáa triðja part upp í fullveldissamráðingarnar Tað hevði sømt seg, at Jóannes Eidesgaard nú gevur Føroya fólki eina treytaleysa umbering fyri framferðina í ST-málinum. Hartin átti hann sum fólkatingsmaður at sett fyrispuring til donsku stjórnina, um hon viðurkennir Føroyar sum tjóð. Soleiðis byrjar opna brævið, Høgni Hoydal hevur sent Jóannesi Eidesgaard. Brævið hevur Høgni Hoydal skrivað, eftir at ein frágreiðing frá íslendska serfrøðinginum í altjóðarætti, Gudmundi Alfredsson, varð almannakunngjørd í vikuni. Í hesi frágreiðing, sum landsstýrið hevur biðið um, staðfestir Gudmundur Alfredsson, at danska stjórnin, tá hon fór undir samráðingar við føroyingar um loysing, á ósagdan hátt hevur viðurkent, at Føroyar eru tjóð, sum hevur sjálvsavgerðarrætt. Tí vil Høgni Hoydal hava eina umbering frá Jóannesi Eidesgaard fyri millum annað at hava sagt, at landsstýrið setti fólkaræðið til viks, tá tað vendi sær til ST við fyrispurnigni um møguleikan at fáa triðja part upp í fullveldissamráðingarnar. Sosialurin hevur biðið Jóannes Eidesgaard um eina viðmerking til brævið frá Høgna Hoydal. Men Jóannes Eidesgaard sigur, at hann ikki fer at gera nakra viðmerking til málið, fyrr enn hann sjálvur hevur skrivað eitt opið svar til Høgna Hoydal. Eg frætti um brævið í útvapstíðindunum í mánakvøldið og fekk tað sendandi við telduposti seint sama kvøld, so eg havi enn ikki havt stundir at skriva Høgna eitt svar. Men svar skal hann fáa, sigur Jóannes Eidesgaard. John Johannessen - john@sosialurin.fo Leggja fullveldisætlanina um Landsstýrið arbeiðir í løtuni við einum nýggjum samráðingaruppleggi, ið skal fáa undirtøku millum føroyska fólkið og møguliga eisini frá einum parti av føroysku andstøðuni Í gjár og fyrradagin hevði landsstýrissamgongan fund um uppleggið, sum skal leggjast fyri donsku stjórnina á samráðingarfundinum um føroyskt fullveldi, sum verður í danska forsætisráðnum 26. oktober. Hóast samráðingaruppleggið enn ikki er heilt liðugt, er greitt, at talan verður um eitt upplegg, sum verður nógv ørðvísi enn tey, ið eru brúkt á teimum trimum undanfarnu samráðingunum. Sosialurin hevur tosað við fleiri keldur í Tinganesi, sum vátta, at arbeitt verður við einum samráðingaruppleggi, ið inniber, at arbeitt verður stig fyri stig fram móti fullveldinum. Landsstýrið fer at arbeiða við at fáa evsta vald til løgtingið eftir eini mannagongd, ið líkist sjálvstýrisuppskotinum hjá Javnaðarflokkinum. Blokkstuðulin skal trappast niður, so skjótt sum føroyingar meta tað verða ráðiligt, og tá blokkstuðulin er burtur, hava vit føroyskt fullveldi. Hvussu umsitingarliga samstarvið við Danmark skal skipast, hevur tað ikki borið til hjá okkum at fáa at vita. Ikki endaliga samdir Fyrradagin hevði landsstýrið fund um hesa ætlan, sum Fólkaflokkurin stendur fyri og tískil tekur undir við. Á hesum fundinum eydnaðist tað ikki endaliga samgonguni at semjast um ætlanina, men Sosialurin skilir tó, at landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, ásannar, at neyðugt er við eini líknandi ætlan, um landsstýrið skal røkka málinum, ið er at seta á stovn fullveldið Føroyar. Men kortini eru enn trupulleikar við hesi ætlan. Hesir trupulleikar liggja hjá Tjóðveldisflokkinum, har partar av flokkinum ikki vilja góðtaka, at Høgni Hoydal fer frá upprunaliga fullveldisupplegginum til eitt annað uppskot, ið er nógv tamari. Samgongufund um málið Klokkan tvey í gjár, beint eftir at Sosialurin fór til prentingar, var samgongufundur í Tinganesi um uppleggið. Á hesum fundi varð roknað við, at stór ósemja fór at verða um uppleggið. Men keldurnar úr Tinganesi rokna kortini ikki við, at samgongan er í vanda. Tvørturímóti verður roknað við, at fullveldismálið nú fer at verða loyst. Skrá í tólv tættum til forðing fyri píning Píning er grundleggjandi brot móti mannarættindum og er bannlýst av aðalfundi sameindu tjóða sum brot móti menniskjavirðum, einsvæl og bannað sambært tjóðarrætti og altjóða lóg. Hóast hetta, vera menniskju dagliga pínd um allan heimin. Amnesty International hevur tær royndir, at ikki er nóg mikið við lógarbanni. Neyðugt er beinanvegin at fara í stríð móti píning og aðrari grimari, ómenniskjansligari og niðrandi viðferð ella revsing, sama hvar tær verða framdar, til tess at útrudda tey fullkomiliga. Amnesty International heitir á allar stjórnir um at seta hesa skránna í verk til tess at útrudda píning. Áhugaðir einstaklingar og felagsskapir verða bodnir við at fremja ætlanina. Amnesty International heldur, at verður hendan skráin sett í verk, ber tað boð um, at stjórnirnar eru sinnaðar at taka av píning og at virka fyri at hetta verður gjørt um allan heimin. 1. Almenn avsøgn av píning Ovastu myndugleikarnir í øllum londum eiga at sýna teirra fullu andstøðu móti píning. Teir eiga at gera øllum embætisfólkum, ið hava til starv at halda lóggávuna uppi, greitt, at píning verður ikki told undir nøkrum umstøðum. 2. Avmarking av fongsling í avbyrging Fólk verða ofta pínd, meðan tey sita avbyrgd í varðhaldi, og ikki fáa sett seg í samband við nakran uttanfyri at fáa hjálp ella fáa at vita, hvat fer at henda teimum. Stjórnirnar eiga at skapa trygd fyri, at tílík avbyrging ikki gevur møguleika fyri, at fangar verða píndir. Tað er av størsta týdningi, at allir fangar verða settir fyri ein dómara beinanvegin eftir, at teir eru handtiknir, og at skyldfólk, sakførarar og læknar uttan drál fáa regluliga atgongd til teirra. 3. Eingi loynilig fongsul Í summum londum verða fólk pínd í loyniligum varðhaldum eftir at tey eru >>horvin<<. Stjórnirnar eiga at tryggja, at fangar verða havdir í alment viðurkendum støðum, og at sannar upplýsingar verða givnar skyldfólki og sakførarum teirra. 4. Trygdartiltøk undir avhoyring og í varðhaldi Stjórnirnar eiga regluliga at endurskoða mannagongdirnar fyri varðhaldi og avhoyringum. Allir fangar eiga beinanvegin at fáa at vita, hvørji rættindi teir hava, heruppií eisini rætt til at klaga um ta viðferð, teir fáa. Regluligt eftirlit av óheftum eftirlitsfólkum eigur at vera við varðhaldsstøðum. Ein týdningarmikil trygd móti píning er, at teir myndugleikar, ið hava ábyrgdina av varðhaldi og avhoyringum, eru sínámillum óheftir. 5. Óheftar kanningar av frágreiðingum um píning Stjórnirnar eiga at tryggja, at allar klagur og frágreiðingar um píning verða gjølla kannaðar av óheftum fólki. Kanningarháttur og úrslit eiga at verða kunngjørd. Tey, ið klaga, eins og vitni eiga at verða vard móti yvirgangi. 6. Frágreiðingar, givnar undir píning, mega ikki verða brúktar Stjórnirnar eiga at tryggja, at játtanir um at vera sekur ella onnur prógv, fingin til vega undir píning, ongantíð verða brúkt í rættarmálum. 7. Píning eigur at verða bannað við lóg Stjórnirnar eiga at tryggja, at píning er revsiverd sambært revsilógini. Sambært altjóðarætti má bann móti píning ikki verða sett úr gildi undir nøkrum umstøðum, eiheldur í krígstíð ella í undantaksstøðu. 8. Tey, ið hava gjørt seg sek í píning, eiga at verða revsað Tey, ið hava framt píning, eiga at verða rættarsøkt. Hendan grundreglan eigur at verða fylgd, sama hvar brotsverkið varð framt og sama hvønn tjóðskap brotsmaðurin ella ofrið hava. Tað eigur ikki at finnast nakar griðstaður fyri tílíkar brotsmenn. 9. Útbúgving At píning er brotsverk eigur at vera ein partur av upplæringini av øllum embætisfólkum, ið hava við varðhald, avhoyring og viðgerð av fangum at gera. Tey eiga at fáa at vita, at tey hava skyldu til at sýta fyri at líða boð um at pína fangarnar. 10. Endurgjald og uppreising Offur fyri píning og teirra avvarðandi eiga at hava rætt til endurgjald. Ofrini eiga at fáa læknahjálp og uppreising 11. Altjóða tiltøk Stjórnirnar eiga at sýta fyri øllum sambandi við stjórnir, ið nýta píning, ið kann tulkast sum at borið verður í bøtuflaka fyri teimum. Altjóða mannagongdir eiga at verða skipaðar og brúktar til bráðfeingis kanning av skuldsetingum um píning og munagóð fyribyrgingartiltøk. Stjórnirnar eiga at tryggja sær, at veiting av hernaðar-, trygdar- ella løgregluhjálp ella upplæring til onnur lond ikki kann medvirka til at píning verður framd. 12. Staðfesting av altjóða sáttmálum Allar stjórnir eiga at staðfesta sáttmálar, ið fremja trygd móti og fyribyrging fyri píning, heruppií Altjóða semingin um borgaralig og stjórnmálalig rættindi og Valfrælsa gerðaskjalið til semingin, ið hevur reglur um einstaklinga kærurætt. India Drag teir, sum høvdu ábyrgdina av píningini av Angammal og manni hennara Guruviah, fyri rættin Tað eru liðin meira enn tvey ár síðani Angammal varð handtikin, men enn líður hon kroppsliga og sálarliga av tí henni var fyri, meðan hon sat í varðhaldi. Angammal og Guruviah vórðu handtikin í juli 1998, tí illgruni var um, at tey høvdu tikið ímóti tjóvagóðsi. Løgreglan kom til hús teirra í Madurei økinum í Tamil Nadu, um náttina meðan Angammal var einsamøll inni. Hon varð tikin við á løgreglustøðina á staðnum og haðani flutt til Oormechikulam løgreglustøðina, har hon varð hildin um náttina við bakbundnum hondum. Guruviah varð handtikin morgunin eftir. Bæði noktaðu fyri at hava nakran kunnleika til tjóvagóðsið. Forhoyrið av teimum byrjaði 28. juli. Løgreglumenninir bakbundu hendirnar á hjúnunum, stillaðu tey upp móti bróstinum og bukaðu tey í rygg og afturpart við bambusstavum. Hjúnini vórðu síðani aftur flutt til eina aðra løgreglustøð, har tey fingu boð um at lata seg úr klæðunum. Tey vórðu leidd útum hvørt eftir annað og bukaði til Guruviah svímaði. Inni aftur á støðini vórðu hjúnini hongd í ein enda úr loftinum og bukaði. Tá Angammal varð tikin niður, varð hon blakað í gólvið, framvegis nakin. Guruviah fekk at vita, at Angammal vildi verða skemd meðan hann hugdi at, um hann ikki viðgekk og segði hvar skartgripirnir vóru krógvaðir. Angammal varð sligin á bróstini og sparkað í skrevið. Tá Guruviah varð tikin niður blivu hjúnini noydd at latast sum um tey høvdu samlegu, meðan fleiri løgregluyvirmenn hugdu at. Guruviah varð tikin til eina aðra løgreglustøð, har løgreglumenn bukaðu hann, koyrdu pipar í eyguni á honum og gjøgnumgataðu hansara fingurneglir, táneglir og tungu við nálum. Hin 2. august 1998 vórðu hjúnini tikin við til løgregluovastan. Hann varð so skelkaður av tí standi tey vóru í, at hann beinanvegin gav boð um, at flyta tey til eitt privat røktarheim. Guruviah doyði seinni um kvøldið av skaðunum, hann hevði fingið. Angammal varð dagin eftir flutt til eitt alment sjúkrahús, har hon varð verandi í tvær vikur. Meira enn tvey ár aftaná at Angammal varð handtikin pínist hon framvegis bæði sálarliga og kroppsliga av tí henni var fyri í varðhaldinum. Angammal stríðist enn við málið hjá sær við dómstólarnar og roynir at tryggja sær, at løgreglumenninir, sum høvdu ábyrgdina av at maður hennara doyði, verða drignir fyri rættin og ákærdir. Fleiri umbønir eru undir viðgerð við yvirrættin í Tamil Nadu. Eisini ein umbøn um, at kanningin verður tikin frá tí lokalu løgregluni og latin kriminaldeildini á kriminalkanningarstovninum til viðgerar. Sjálvt um Angammal hevur sent klagu til mannarættindanevndina hjá statinum, hevur hon onki svar fingið. Nógvar royndir hava verið gjørdar at fáa Angammal at tiga og at forða henni í at almannakunngera málið. Í august 1998 varð henni boðið 400.000 ruplar (80.000 krónur) um hon ikki tosaði við kanningardómaran, sum eftirkannar deyðan hjá makanum. Hon noktaði at taka av og gav eina nágreiniliga frágreiðing um tilburðin. Í januar 1999 gav landspartastjórnin í Tamil Natu Angammal 200.000 ruplar (40.000 krónur) sum endurgjald fyri deyða Guruviah. At fólk í varðhaldinum heldur áfram at vera vanligt í øllum indiskum statum, meðan ofrini fyri píning framvegis hava ilt við at fáa sína sak roynda. Tak eitt stig fyri at steðga píning Tú kanst hjálpa til við at útrudda píning. Legg tína rødd afturat átakinum hjá Amnesty International. Áltjóða átakið hjá Amnesty International móti píning. 18. november í ár fer Amnesty International undir sítt triðja altjóða áltak móti píning , sum er eitt av endamálunum í viðtøkunum hjá felagsskapinum. Í hesum átakinum verður serlig áherðsla løgd á at arbeiða fyri at fyribyrgja píning, at forða fyri diskriminatión og at draga tey seku fyri rættin Hvat er píning? Stutt sagt, er píning likamlig ella sálarlig líðing, sum ein ella fleiri persónar valda einum við vilja, regluliga og fyrilitarleyst.. Í ST sáttmálanum frá 1987 móti píning ella aðrari grimmligari, ómenniskjaligari ella vanæruligari viðferð ella revsing stendur í grein 1: Píning er einhvør gerð, sum tilætlað valdir einum persóni ringa pínu ella líðing, antin likamaliga ella sálarliga, við tí endamáli at fáa fatur á upplýsingum frá persóninum sjálvum ella einum triðja persóni ella at fáa persónin til at viðganga seg sjálvan ella ein triðja persón sekan ella at revsa hann fyri eina gerð, sum hann sjálvur ella ein triði persónur hevur framt ella er undir illgruna fyri at hava framt ella at ræða ella noyða hann ella ein triðja persón ella av onkrari orsøk, grundað á mismun ella mannamun, tá ein slík pína verður elvd av ella eftir boðum frá einum alment settum ella einum persóni, sum virkar embætis vegna ella við samtykki ella játtan frá einum slíkum persóni. Pína ella líðing, sum bert er náttúrlig ella tilvildarlig avleiðing av lógligum revsitiltøkum er ikki umfatað. Endamálið við píning Í okkara tíð er píning serliga eitt politiskt amboð, sum hjálpir valdsharrunum at varðveita eftirlitið og kanska eisini valdið. Vit vita í dag, at høvuðsendamálið við píning er at oyðileggja persónin, sum verður píndur, soleiðis at hann ongantíð verður hin sami aftur. Hetta síggja vit ferð eftir ferð á hjálpi- og viðgerðarstovnunum fyri tey, sum yvirliva píningina. Millum tey, ið yvirliva, eru fólk, sum á einhvønn hátt hava gjørt vart við seg í egnum landi. Tey hava ofta barst ímóti órættvísi og kúgan og fyri demokratiskum rættindum. Ella tey hava eina aðra politiska ella átrúnarliga áskoðan, enn hon, íð valdar. Frágreiðingin hjá Amnesty international um píning Sambært frágreiðingum frá Amnesty International og øðrum mannarættindafelagsskapum er píning nógv øktur seinastu árini. Alt fleiri lond nýta pínining, uttan mun til hvør stýriskipan er. Oftast fer hann fram í loyndum, og píningarhættirnir broytast, soleiðis, at tað ofta er torført beinleiðis at síggja avleiðingarnar og tí eisini at revsa tey seku. Amnesty International sigur í nýggju frágreiðingini, sum er grundað á upplýsingar úr 195 londum frá 1997 til mitt í ár 2000, at píning er farin fram í meira enn 150 londum, og í meira enn 80 londum er fólk deyð av viðferðini. Flestu fráboðanirnar eru um fólk, sum eru pínd av embætismonnum undir avhoyringum í varðhaldi. Orsøkin til píningina sigst vera at varðveita rættartrygdina. Tey píndu eru ofta fólk, sum hava brotið lógina ella eru undir illgruna fyri at hava brotið lógina. `Ur meira enn 70 londum eru fráboðanir um politiskar fangar, sum eru píndir. Tað eru bæði kvinnur og menn, ung og gomul. Píningarhættir Sambært frágreiðingini er vanligasti píningarhátturin buking, sum fráboðanir eru um úr meira enn 150 londum. Fólk eru sligin antin við berum nevum ella við ymiskum amboðum. Avleiðingarnar fyri offrini eru merkir og sár, innaru bløðingar, brotin bein, leysar tenn, oyðiløgd gøgn og stundum deyði. Neyðtøka og kynslig misnýtsla er umfatandi, seliga av kvinnum og gentum. Aðrir vanligir pínagarhættir eru elektriskir stoytir (fráboðað úr meira enn 40 londum) sláing undir iljarnar (fráboðað úr meira enn 30 londum), kvaling (fráboðað úr meira enn 30 londum). Fráboðanir eru eisini um fólk, har høvdið er hildið undir vatn, sum er dálkað av skarni og øðrum, til tey eru um at drukna, onnur, sum eru brend við sigarettum, ella bundin afturúr einum bili og dragsaði avstað. Fleiri eru ikki sloppin at sova í fleiri samdøgur. Onnur eru læst inni í ljóð- og ljóstøtt rúm og hava als onki samband havt við nakran persón í langa tíð, so tey missa dagaskil og áðrenn langt er fráliðið eisini skilið. Hættirnir eru mangir, men alt fleiri leggja seg nú eftir at nýta amboð, sum hava við sær ógvuliga pínu, uttan sjónligar avleiðingar, og tí heldur ikki kunnu prógvast. Her kann nevnast stoytbeltið, sum verður nógv nýtt í USA. Tað er fjarstýrt og kann setast í gongd 100 metrar frá honum, ið hevur tað um. Tað gevur ein elektriskan stoyt uppá 50.000 volt, sum varir í 8 sekund. Fyrstu fáu sekundini viðførir tað lemjing og síðani ræðuliga pínu, sum spakuliga økist. Mangar fyritøkur hava lagt seg eftir at framleiða elektrisk píningaramboð. Amnesty International upplýsir, at meira enn 120 fyritøkur í 22 londum framleiða, marknaðarføra og selja elektrisk amboð, sum beinleiðis og einans eru konstrueraði til at pína fólk við. Offrini Øll kunnu gerast offur fyri píning, uttan mun til kyn, aldur, etniskan uppruna ella politiska áskoðan. Tey flestu, sum stjórnarembætismennirnir pína, eru tó lógbrótarar ella undir illgruna fyri lógarbrot. Tað góðtaka tey flestu eisini meira ella minni. Tað eru heldur ikki um tey tær flestu fráboðanirnar eru. Píning hevur við sær diskriminatión. Tað er lættari hjá honum, sum pínir, at pína onkran, sum er minni virdur millum manna. Onkran úr einum vanvirdum sosialum, etniskum ella politiskum bólki. Tað er heilt klárt samband millum rasismu og píning. T.d eru fleiri um ikki tey flestu, sum verða pínd av løgregluni bæði í USA og Europa svørt ella úr øðrum etniskum minnilutum. Kringum í Europa eru sigoynarar vanliga hildin at vera lógbrótarar og verða oftani bukaði. Upprunafólk í USA hava verið offur fyri píning í marknatrætum. Í Australia doyggja ótrúliga nógv innfødd av ringari viðferð í fongslum. Flóttar og fólk, ið flyta undan ófriði og hóttanum úr sínum egna landi fyri at leita sær friðskjól og arbeiði aðrastaðni, eru serliga hótt í so at siga øllum londum. Píning og onnur vanærulig viðferð, grundað á kynsligan samleika, er ein heimsumfatandi trupulleiki. Meðan summi lond nokta seg sek í at pína samkynt, tvíkynt ella transvetittar, viðganga onnur, at tey gera tað samsvarandi lógum, morali og átrúnaði í landinum. Børn At vera barn ella ungur er ongin forðing fyri at verða píndur. Seinastu 3 árini eru frásagnir úr minst 50 londum, har stjórnarembætismenn pína børn ella fara illa við teimum Børn í varðhaldi eru serliga í vanda fyri, at bæði løgreglumenn og aðrir fangar neyðtaka tey og misnýta tey kynsliga. Børn, sum liva á gøtuni, liva av at bidda,stjala og lata seg kynsliga misnýta. Tey enda ofta í fongsli, og fleiri frásagnir eru um, at fólka gjalda fyri at fáa tey ruddaði av gøtuni sum annað órudd. Í vapnaðum bardøgum verða børnini ofta álopin og dripin, tí at tey umboða framtíðina. Mangar fráboðanir eru, serliga úr londum í Afrika, har børn verða tikin sum barnasoldátar.Í ár er m.a komin ein drúgv frágreiðing um barnasoldátar í Sierra Leone. Kvinnur Síðan 1997 hevur Amnesty International fingið fráboðanir úr meira enn 50 londum í øllum heimspørtum, har stjórnarembætismenn neyðtaka kvinnur og misnýta tær kynsliga. Allarhelst er hetta talið nógv hægri, tí misbrotini verða ofta ikki meldaði. Størsti parturin av flóttum eru kvinnur. Tær eru serliga í vanda í flóttarlegunum og við landamørkini. Fráboðanir eru um kvinnur, sum flýddu úr Eystur Timor til flóttalegur í Vestur Timor. Indonesiskir heryvirmenn noyddu tær at arbeiða sum skøkjur og hildu tær sum sextrælir. `I Pakistan kann ein kvinna, sum er neyðtikin sjálv verða ákærd fyri hor, um hon ikki er før fyri at fáa 4 mannligar muslimar at vitna um, at hon ikki samtykti kynsliga samveru. Endamálið við átakinum Amnesty International heitir á øll lond í heiminum at vera við til at steðga píning. Víst verður til 12 greina yvirlýsingina móti píning, sum øll lond verða biðin um at halda. Undir heitinum: Tak eitt stig til at útrudda píning, verða vit øll, tú og eg, biðin um at gera okkara til at steðga píning. Amnesty International heldur tað vera av avgerandi týdningi at steðga tí mismuni, sum verður gjørdur á fólki, soleiðis at øll hava rætt til somu rættartrygd og viðferð, uttan mun til hvønn húðalit tey hava, hvat kyn tey hava, ella hvørja politiska ella átrúnarliga áskoðan tey hava. Amnesty International heitir eisini á allar stjórnir um at draga tey fyri rættin, sum eru sek í píning. Tað avskeplar samfelagið, um slíkar valdsgerðir ikki fáa avleiðingar. Tað forðar framhaldandi píning at revsa tey seku. Merkja vaksandi mentanarvirksemi Fyri einum góðum mánaði síðani hevði Dansk-Færøsk Kulturfond fund, har umsóknirnar, sum eru komnar inn í ár, vórðu viðgjørdar. 35 hava fingið játtað pening til mentanarvirksemi í Føroyum og Danmark Føroysku limirnir í nevndini eru Dánjal Petur Højgaard og Eyðun Andreassen, sum báðir eru valdir av landsstýrinum. Teir eru gamlir í garði og hava sitið í nevndini í meira enn tíggju ár. Dánjal Petur Højgaard undirvísir á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoynni, meðan Eyðun Andreassen arbeiðir á Føroyamálsdeildini. Ríkisumboðið er hinvegin fastur limur, sum ikki kann skiftast út. Í løtuni er tað Vibeke Larsen, ið røkir starvið sum Ríkisumboð, og er hon tí fastur limur í nevndini. Formaður í nevndini er Nils Bernstein, sum er deildarstjóri í forsætisráðstovuni í Danmark. Tann, ið er deildarstjóri har, er altíð formaður í nevdnini. Hin danski limurin er Annette Skydsgaard, sum arbeiðir innan tónleik í Danmark. Harafturat eru eisini tveir skrivarar. 50 umsóknir um árið Nevndin kemur saman til fundar einaferð um árið, og fundurin verður hildin annaðhvørt ár í Danmark og annaðhvørt í Føroyum. Tá nevndin hevur fund, verða allar umsóknirnar, sum eru komnar inn gjøgnum árið, viðgjørdar, og avgerð verður tikin um, hvør skal hava pening til sítt mentanarvirksemi. Fyrr var tað soleiðis, at umsóknirnar vórðu viðgjørdar, so hvørt tær komu inn, men nú er alt savnað í einum, og ein tíðarfreist er sett fyri móttøku av umsóknum. Tað eru ongar mørk fyri, hvat slag av mentanarvirksemi talan kann vera um. Allar listagreinar eru umboðaðar. Tann einasta treytin er, at innihaldið skal vera okkurt, sum hevur við danskt/føroyskt samstarv at gera, tí hetta er ein bæði føroyskur og danskur grunnur. Nevndin setir tó nøkur dygdarkrøv til tey, sum ætla sær at fáa penging. Ein ávís góðska skal vera í tí mentanarvirksemi, sum fær játtan, tí eitt eitt støði skal haldast. Í ár vórðu eini 70 umsóknir sendar nevndini. Talið liggur eisini vanliga um tær 70 umsóknirnar um árið. Vanligt er, fleiri danskar umsóknir eru, men í ár eru tað fleiri føroyingar, sum hava fingið játtan. Nøkur av teimum, sum hava fingið játtan, eru føroyingar, ið búgva niðri í Danmark. Umleið helmingurin av umsóknunum fáa játtan. Undanfarin ár hevur verið javnvág millum føroyskar og danskar umsóknir, sum hava fingið játtan. Allar umsóknirnar verða ikki gingnar á møti, men meira enn helvtin av umsøkjarunum fáa pengin játtaðan. Í er eru tað 35 projekt, sum hava fingið pening játtaðan úr Dansk-Færøsk Kulturfond. Merkja vaksandi virksemi Dánjal Petur Højgaard hevur verið nevndarlimur í eini trettan ár, so hann hevur ein góða hilling á, hvar føroyskt mentanarlív flýtur. Vit merkja vaksandi mentanarvirksemi í Føroyum, sjálvt um vit bara hava ein lítlan part av hesum virksemi um hendi í grunninum, sigur Dánjal Petur. Hann heldur tað verða løgið, at so fáir ungir føroyingar nýta møguleikan at fáa ferðastuðul úr grunninum. Hesin stuðul kann fáast, um man skal til okkurt mentanartiltak ella líknandi í Danmark. Sjálvt um grunnurin hevur lýst í bløðunum, og tað hevur verið uppsligið á skúlunum, eru umsóknirnar fáar. Stuðulin er 5.000 krónur, men alt ov fáir føroyingar søkja, og okkurt árið hevur eingin søkt. Hetta er ein møguleiki, sum fleiri áttu at gjørt sær dælt av. Grunnurin játtar tilsamans eini 300.000 krónur árliga, og tí verða játtanirnar smábýttar, tí heili 35 hava fingið pening í ár. Játtanirnar í ár liggja ímillum 5 og 25 túsund krónur. Grunnurin varð settur á stovn beint eftir kríggið og hevur tí nærum hálvthundrað ár á baki. Hann varð stovnaður við bæði føroyskum og donskum innskoti, og nú verður arbeitt við rentunum av hesum peningi. Av teimum føroysku játtanunum, sum eru gingnar á møti í ár kunnu nevnast: Álakórið til Kórfestival í Aalborg, Tórhavnar Manskór á konsertferð til Danmarkar, Kirkjukórið Ljómur á konsertferð til Danmark, Húsakórið á konsertferð til Føroyar, Summartónar, Havnarkórið til kórstevnuna Atlantsljómur, Urd Johannesen til verkætlanina "Ferðin", Anna Klett á konsertferð til Føroyar, Kári Sverrisson til tónleikaútgávu, Edvard Nyholm Debess til tónleikaútgávu, Durita og Rúni Brattaberg tónleikaútgávu og konsertferð, Vigdis Højgaard til listaframsýning í Keypmannahavn, Rúna Hilduberg til listaframsýning, Øssur Mohr til framsýning í Maribo, Bókaforlagið Atlantis og málarin Bárður Jákupsson til bókaútgávu, Hansina Iversen til list á internetinum, Fróðskaparsetrið til málvísund, Kirsten Brix til bókaútgávu í Danmark, Teitur Árnason Dahl til dokumentarfilm og Politistafelagið til bókaútgávu. Umframt hesar játtanir eru eisini tær donsku, og tilsamans eru játtaðar 299.000 krónur. Tíðin komin lata læknan pirka Um heystið verða vit vanliga rakt av influensu og øðrum virus-sjúkum, og tí er gott at vera vakin og lata læknan seta nálina í beinanvegin, áðrenn man verður seingjarliggjandi Næstu tveir mánaðirnir skulu fólk vera á varðhaldi. Tað er nevnliga nú, at influensa og aðrar virus-sjúkur herja landið. Hetta er tíðin, tá influensurnar raka okkum, og tíðin er eisini komin til at spoyta seg ímóti teimum influensunum, sum kunnu koma, sigur Sølvi Winther Olsen, kommunulækni í Havn. Tað, sum vit hava í løtuni, eru tær vanligu virus-sjúkurnar, ið raka luftveg, nøs og lungu, har vøddapína fylgir við. Tær raka ein sjúkling í 2 dagar upp til eina viku, og tær eru hvørt heyst, sigur Sølvi Winther Olsen. Influensan er ein harðlig sjúka og tiltikin fyri at verða skrøpp, sigur Sølvi. Tey veruliga ógvusligu Hong Kong-virusini, sum kunnu vera vandamikil, hava vit tó ikki sæð í Føroyum í nógv ár, tíbetur, men linari influensur raka okkum so at siga hvørt ár. Fyri at fyribyrgja at vit verða rakt av teimum meira harðligu influensunum, er týdningarmikið at vit lata okkum pirka. Eg havi ikki lagt til merkis, at nøkur influensa er á veg, men so skjótt tey í grannalondunum fara at hosta og fáa fepur, gongur ikki long tíð, áðrenn vit eisini eru rakt, sigur Sølvi. Kommunulæknarnir eru farnir í gongd við at vaksinera fólk, sum ynskja tað, men Sølvi undrast á, at tað eru so fá, sum taka av hesum møguleika. Tað er óheppið, tí hetta er tíðin at fáa tað gjørt, og tað kann skjótt gerast ov seint. Tá so nógv eru vorðin sjúk, koma øll rennandi í senn, ístaðin fyri at fleiri fáa tað gjørt beinanvegin. Tey, sum eru eldri enn 65 ár, ella onnur, ið eru sjúk, sleppa fyrst framat, tí tey eru ringast fyri, um tey verða rakt. Um ein verður raktur av influensu, eru bestu ráðini at halda seg innandura og ikki smitta onnur. Vanligt er, at man verður raktur av høgum fepri. Tað kunnu læknarnir sum so ikki gera nakað við, og penisillin hjálpir ikki. Ráðini frá Sølva eru eisini, at sjúklingar fáa sær magnyl og panodil, meðan teir hava influensu. Tá talan er um børn, skulu foreldur verða á varðhaldi, tí tey fáa ofta útslett, og vandi kann vera fyri meningitis. Um børn fáa reyðar blóðblettir á húðina, er best at seta seg í samband við lækna. Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Hava fingið 126 milliónir krónur fleiri í kassan Føroysk fiskiskip hava avreitt fyri væl meiri í Føroyum átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, enn tey gjørdu í fjør Enn gongur tað framá hjá føroyska fiskiflotanum. Tey nýggjastu yvirlitini yvir fiskiskap og fiskaprísir vísir, at átta teir fyrstu mánaðirnar í ár avreiddu føroysk fiskiskip munandi meiri enn tey gjørdu í sama tíðarsskeiðið í fjør. Tølini, sum tað her er talan um, er tað, sum skipini hava avreitt til føroyskar fiskakeyparar. Tølini vísa, at átta teir fyrstu mánaðirnar í ár avreiddu føroysk skip fisk fyri 746 milliónir til føroyskar fiskakeyparar. Sama tíðarskeiðið í fjør var avreiðingarvirðið 620 milliónir. Sostatt er avreiðingarvirðið átta teir fyrstu mánaðirnar í ár 20% hægri enn tað var í sama tíðarskeiði í fjør. Men tølini vísa eisini, at hesi seinastu árini er avreiðingarvirðið meiri enn tvífaldað. Í 1994 avreiddu føroysk skip fisk fyri 461 milliónir til føroyskar fiskakeyparar. Síðani er tað hækkað hvørt ár og í fjør var tað komið upp á 938 milliónir. Men í august í át er avreiðingarvirðið, sum nevnt, 126 milliónir hægri, enn tað var um somu í fjør, so útlit eru til, at tað fer upp um milliardina í ár. Størri nøgd- hægri prís Orsøkin til, at avreiðingarvirðið er so nógv hækkað átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti í fjør er bæði, at skipini hava fiskað væl meiri í ár. Men harafturat eru prísirnir eisini blivnir eitt vet betri í ár, enn teir vóru í fjør. Átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør avreiddu føroysk skip 65.698 tons til føroyskar fiskakeyparar. Sama tíðarskeið í ár hava tey avreitt 7% meiri, ella tilsamans 70.040 tons. Sostatt hava vit átta teir fyrstu mánaðirnar í ár longu avreitt næstan líka nógv til føroyskar fiskakeyparar, sum alt árið í 1994, tí tá var talan um 71.558 tons. Samstundis eru avreiðingarprísirnir sum heild eitt vet hægri í ár, enn teir vóru í fjør. Toskurin, sum mest verður fiskað av, er tann ímillum 2-4 kilo, og í september í fjør var prísurin á honum 16,30 krónur fyri kilo í miðal, men í august í ár var hann kvinkaður upp á 16,90 krónur. Men tað verður eisini fiskað nóv av toski, í næstu støddini, tað er toski ímillum 4-7 kilo. Og eisini á tí toskinum er prísurin hægri í ár, tí í september í fjør var hann 17,49 krónur fyri kilo í miðal, men í august í ár var hann komin upp á 20,26 krónur fyri kilo. Somuleiðis er prísurin á hýsu, sum tað eisini verður fiskað nógv av, hækkaður nokk so fitt hetta síðsta árið. Tann størra hýsan er hækkað úr 12,34 krónur fyri kilo í miðal í september í fjør, upp í 15,65 krónur í august í ár. Tann minna hýsan er er hækkað úr 11,59 krónum fyri kilo, upp í 14,46 krónur. Hinvegin er upsaprísurin, sum mest verður fiskað av, lækkaður nøkur oyru fyri kilo. Besta prísin yvirhøvur, hevði tann stóru kalvin, tí á honum var miðalprísurin í august í ár 64,23 krónur fyri kilo. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Dagrøktarmammur fáa munandi lønarhækking Stór framstig eru gjørd í royndunum at fáa sáttmála fyri dagrøktarmammurnar kring landið. Í allarflestu førum ber sáttmálin í sær, at dagrøktarmammurnar fáa eina munandi lønarhækking Seinastu dagarnir eru stór framstig gjørd í royndunum at fáa dagrøktarmammum kring alt landið betri og tryggari sømdir at arbeiða undir. Tað hevur annars gingið strilti at fáa sáttmála fyri hendan bólkin á arbeiðsmarknaðinum, men nú er rættiligt glið komið á. Føroya Arbeiðarafelag gjørdi herfyri sáttmála fyri dagrøktarmammurnar í Kollafirði. Og nú er eisini sáttmáli gjørdur fyri dagrøktarmammurnar í Hósvík. Annars hevur Føroya Arbeiðarafelag strongt á at fáa samráðingar við tey bæði kommunufeløgini um sáttmála fyri dagrøktarmammurnar. Mánadagin var fundur við Býarfelagið um sáttmála fyri dagrøktarmammurnar í kommununum, sum eru limir har. Talan er um dagrøktarmammurnar í Vági, á Tvøroyri, í Runavík og í Fugla-firði. Tvær aðrar kommunur eru í Býarfelagnum, Tórshavnar- og Klaksvíkar Kommuna, men dagrøktarmammurnar har eru undir sáttmála við Starvsmannafelagið. Gingu væl Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at samráðingarnar við tær fýra kommunurnar í Býarfelagnum gingu væl. Vit komu ikki á mál, men samráðingarnar eru í einum positivum anda. Hon sigur, at fundur er avtalaður aftur í næstu viku og tá væntat hon, at tað fer at eydnast at semjast um ein sáttmála. Tað er mest lønarspurningurin, sum skilir partarnar. Men munurin er ikki størri enn so, enn at tað eigur at eydnast at finna eina semju. Ingeborg Vinther sigur, at dagrøktarmammurnar hava yvirhøvur verið sera illa løntar og at sáttmálin fer í nógvum førum at bera í sær at tær fáa eina munandi lønarhækking. Eftir sáttmálanum, sum er gjørdur við Hósvíkar Kommunu, fáa dagrøktirnar har nú 3.120 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið. Ein triðingur av lønini er skattafríur og er roknaður sum endurgjald fyri millummála til børnini, til at gera tað aftur í húsunum, sum børnini oyðileggja o.s.fr. Tá ið sáttmálin við Býarfelagið er fingin fra hondini, er eftir at fáa sáttmála við kommunurnar í Kommunufelagnum. Men fundur er eisini avtalaður við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í næstu viku. Orsøkin til, at sáttmáli er gjørdur fyri dagrøktarmammurnar í Hósvík fyri seg, er, at Hósvík er ikki limur í nøkrum av teimum báðum kommunufeløgunum. Og Kollafjørður fer, sum nevnt undir Havnina á nýggjárinum. Tá ið sáttmálarnir við Býarfelagið og Kommunufelagið eru komnir í lag, eru allar dagrøktarmammur undir sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag, uttan tær í Havn, Klaksvík, Sørvági og á Skála, sum eru í Starvsmannafelagnum. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Nýggj ríðihøll við Oyggjarvegin Felagið Berg Hestar í Havn byggir nýtt rossafjós og ríðihøll við Oyggjarvegin Tórshavn: Felagið Berg Hestar hjá Leif Berg í Havn er farið undir at grava út fyri nýggjum fjósi og ríðihøll í Flatnahaga vestan fyri Hotel Føroyar við Oyggjarvegin. Leif Berg sigur, at høllin, sum bygd verður, verður 33 ferðir 24 metrar til støddar. Høllin verður flutt inn úr Svøríki, haðani hon verður latin í viku 50. Ætlanin er, at bygningurin skal standa klárur í februar-mars komandi ár. Høllin er gjørd soleiðis, at tað er lætt at byggja hana út, um tørvur skuldi verðið á tí. Og plássið rundan um er gott, so har er eingin forðing mótvegis tí, sum er í Marknagili, har Berg Hestar halda til í dag. Høllin fer at verða brúkt til ríðing fyri brekað. Hendan ríðingin fer sum er fram á økinum við Marknagilsvegin, har Berg Hesta nú halda til. Men tá høllin verður liðug, fer at bera til at hava ríðingina undir taki, og tað er sjálvandi nógv betri. Leif Berg greiðir frá, at hendan ríðingin byrjaði í 1990 sum eitt frítíðarítriv. Hann byrjaði tá saman við einum fysioterapeuti. Í dag eru tað umleið 30 fólk, sum regluliga brúka hetta tilboðið. Tey fáa ávísing frá lækna og játtan frá Almannastovuni. Hvønn mikudag verður farið til Runavíkar, har riðið verður á fótbóltsvøllinum, sigur Leif Berg. Eini fimm ross verða vanliga brúkt til hesa ríðingina. Bygningurin, sum bygdur verður við Oyggjarvegin, er umframt sjálva høllini eisini eitt fjós, sum fer at hýsa 33 rossum. Í dag hevur felagið 20 ross. Men fleiri eru, sum hava biðið um pláss fyri egnum rossum, so flotin fer at vaksa munandi, sigur Leif Berg. Tað er soleiðis, at økið, sum bygningurin fer at standa á, er leigað frá Tórshavnar Kommunu í 15 ár. Ymsar umstøður gera, at ikki ber til at leiga básarnar út. Tí er avgjørt at hækka partapeningin í felagnum. Soleiðis koma nýggir eigarar í felagið og fáa á tann hátt síni ross í fjósið. Aftrat fjósinum og høllini verður eisini ein bjálkabygningur til ferðafólk bygdur. Leif Berg sigur, at tey hava seinnu árini rættiliga fingið bygt upp eina vinnu við ríðitúrum. Byrjað varð við hesum túrunum í 1993, og fyrstu árini vóru tað bara útlendingar, sum fóru túrarnar. Men seinastu tvey árini hava tað verið fleiri føroyingar enn útlendingar, sigur hann. Bygningurin við Oyggjarvegin er projekteraður til 2,3 milliónir krónur. Men Leif Berg sigur, at har eru so nógv, sum á ein ella annan hátt taka eina hond í, at hann væntar, at tað kann gerast munandi bíligari. Jólasølustevnan 2000 Í døgunum 8.-10. desembur skipar Ítróttarfelag Fuglafjarðar fyri stórari jólasølustevnu í Ítróttarhøllini á Kambsdali Seinnu árini hevur Ítróttarhøllin á Kambsdali verður karmur um sokallaðar jólasølustevnur, har handlar sýna fram jólavørur og -gávuhugskot. Ein slík stevna verður aftur í ár, og hesaferð er tað Ítróttarfelag Fuglafjarðar, sum skipar fyri. Stevnan verður í døgunum 8.-10. desembur. Jólasølustevnan '2000, sum er heitið á stevnuni, er serliga ætla handlum og fyritøkum, sum selja vørur, sum hava okkurt tilknýtið til jólasøluna og ?høgtíðina, t.e. gávulutir, klæðir, leika, bøkur, el-lutir o.a. Stevnan letur upp fríggjadagin kl. 17.00. Leygardagin letur stevnan upp kl. 14.00 og sunnudagin kl. 15.00. Stevnan letur aftur allar dagarnar kl. 22.00. Leygar- og sunnudagin er undirhald á pallinum frá kl. 16.00, og hvønn tíma til kl. 21.00. Talan verður um fjølbroytt undirhald, bæði til børn og vaksin. Eisini eru mótasýningar leygar- og sunnudagin. Seinastu tíðina hevur nógv verið tosa um ansingarpláss til børnini - kanska serliga nú uppundir kommunuvalið - og tað agitera fyrireikararnir av Jólasølustevnuni 2000 eisini við. Teir báðar seinnu dagarnar, stevnan hevur opið, er nevnliga møguleiki hjá foreldrum at fáa børn síni ansaði í Ítróttarhøllini. Inni í sjálvari høllini verður eitt serstakt øki til børnini at búleikast, meðan foreldrini - í frið og náðum - kunnu keypa jólagávurnar og -stási. Seinasta freist at boða frá luttøku til Jólasølustevnuna 2000 er mánadagin 30. oktober 2000. Áhugaðir framsýnarar kunnu ringja á tel. 444053, 444267 ella 444174 fyri at frætta nærri um tiltakið. Finsk listaframsýning í Norðurlandahúsinum Tann 21.10.00 letur finska listasýningin "Tre x Træ" hjá listakvinnunum, Pia Mesterton Graae, Britt Marie Friberg og Tiina Laasonen upp í Norðurlandahúsinum. Sýningin er opin fram til tann 19.11.00. Evni, tær tríggjar hava valt, er náttúran og er hetta ikki løgið, tá havt verður í huga, at tær tríggjar eru úr landinum við teimum túsund sjógvunum, har ikki er langt frá starvsstovu til ríkidømi náttúrunar. Pia Mesterton Graae, er listamálari og sigur sjálv, at litirnir eru í hennara valdi at mála, er sum at ganda sigur hon. Hon hevur útbúgving úr Finlandi. Og verk hennara hava millum annað verið útstillað á myndasøvnum í Danmark og Finnlandi. Britt Mari Friberg, er ljósmyndari og við sínum svart/hvítu myndum lýsir hon náttúruna. Britt Mari er limur í elsta myndafelagnum í Finnlandi "AFK" og hevur vunnið prísir, bæði kappinum í AFK og aðrastaðni. Hon hevur tikið útbúgving inna ljósmyndir í Finlandi og hevur, umframt í Finnlandi, havt framsýningar í Kili, Italia, Føroyum og á finsku ambassaduni í Keypmannahavn. Við á framsýningini er eisini Tiina Laasonen, sum vísir fram skurðmyndir sínar. Tiina tilevnar verk síni úr træi og hesum er ikki trot á í Finnlandi. Hon hevur nomið útbúgving í Finlandi, og hevur havt framsýningar í m.a Kanada og Bulgaria. Thorolf Bjørklund, finskur generalkonsul, letur upp frramsýningina. Frígerandi dansiskeið Er veruliga neyðugt at fara á skeið fyri at læra at røra seg? Nei, tað klára flestu okkara at gera. Men ta røra okkum heilt og fult og fáa atgongd til okkara maximalu lívsmegi - tað mugu vit ofta læra okkum umaftur. Tá vit vóru børn, kundu vit. Men so byrjaði lívsins harði skúli. Vit møttu pínu og ótta, vit blivu smæðin, ill og frustreraði. Vit rørdu okkum ikki, fyri at vit ikki skuldu hoyrast, ikki sýnast og ikki vísa ella kenna okkara kenslur. Soleiðis byggja vit okkara verjugarðar. Gerast stív í nakka og herðum, bíta saman tenn, láturin, dansurin, sangurin og tað lætta leikandi barnalyndið følnar og tagnar. Frígerandi dansur er ein mjúkur, men máttmikil háttur at loysa upp tað, sum er stívnað og følnað. Frígerandi dansur vekir lív í kroppin, fær fram láturin og grátin, vekir andan í okkum økir skapanargleðina. Hetta kann gerast eitt upplivilsi, sum lekir og styrkir okkum í grundini. Á skeiðinum arbeiða vit við at røra tað, ið krppurin vil. Vit lurta og læra av hvørjum øðrum, eftir serligum tónleiki. Kvinnur og menn í øllum aldri møtast 10 ferðir, eingir forkunnleikar eru neyðugir. Í mesta lagi 12 luttakarar. Mánakvøld bólkur 1 frá kl. 19.30-21.10. Leygardag bólkur 2 frá kl. 16.30-18.10. Stað: Sankta Frans skúli >>gamla kirkjan<< Varðagøta 10. Kostnaður: 500 krónur. Tilmelding: á telefon 322070 frá mánadegnum 9. oktober 2000. Dansileiðari: Lise Larsen. Soleiðis lýsir Lis um nýggja tiltakið sum hon ætlar at fara undir. Og her fortelur hon um sína bakgrund. Tey seinastu 11 árini havi eg búð í Igge-s miðskeiðis í Svøríki. Eri nú komin heim aftur til Føroyar at búgva. Tí vil eg finna mær arbeiði ella skapa mær arbeiði. Eg eri útbúgvin andings-pedagogur á Waxthuset í Svøríki. Hevði egna fyritøku og arbeiddi millum annað við frígerandi anding og dansi. Og við ráðgeving og viðgerð av fólki við ymiskum rúsevnistrupulleikum og teirra næstrafólki. Var tað nakað ið eg sá við hesum fólkum, sum komu til frígerandi dans, so vóru tey stív, afturhaldandi, samstundis sum tey vóru forvitin at vita hvat frígerandi dansur var fyri nakað. Frígerandi dansur er ein mjúkur, men máttmikil háttur at loysa upp tað, sum er stívnað og følnað. Frígerandi dansur vekir lív í kroppin, fær fram láturin og sorgina - vekir andan í okkum og økir skapanargleðina í okkum. Fríger stóra mongd av orku og gleði. Tú kanst gerast sprelskur - inspireraður. Fært betur lívskvalitet. Tú gloymir gerandismál í tí løtuni. Koblar burtur alt, hvat í tankar eita. Tað er persónlig menning, læran um at kennast við seg sjálvan, kenna sín kropp. Tú fært kontakt við tíni følilsir og lærir at greiða frá hvussu tú hevur tað - um ikki annað í tínum rørslum, at byrja við. Í frígerandi dansi rørir tú kroppin akkurát sum tú vilt - í egna skjótleika, egna tempo - uppá okkara egna máta. Uttan at órógva onnur, sum eru til taðar. Tú finnir styrkina ella veikleikan í tær sjálvum. Tað er bæði gaman og álvara í frígerandi dansi. Tú ert ikki komin í dansikapping. Ímynda tær ikki at onnur forvænta sær at tú skalt danso so ella so. Ein og hvør sum er við - dansar akkurát sum hugurin er - tú hevur bert teg sjálvan at líta á - tú fært motión og gerst heilsusterkur - stressrelateraði problem gerast minni og vit fáa tað betur fysiskt. Tað er ein góður máti at kommunikera uppá - sjálvt um vit ikki tosa við hvønn annan undir tíðini vit dansa! Oftani mangla vit spontanitet í okkara lívið - tora ikki at stuttleika okkum. Í frígerandi dansi kanst tú stuttleika tær uttan at fáa skuldarkenslur. Fært tú skuldarkenslur, so dansar tú burtur tínar skuldarkenslur. Men koma tað ljóð úr okkum, so gera vit tað, lata tað koma, uttan at skammast. Fólk, sum komu til frígerandi dans, vóru oftani bangin fyri at blíva dømd, bangin fyri at miseydnast. Tordu ikki at finna styrkina í sær sjálvum. Vit menniskju samanlíkna okkum oftani við onnur og halda ikki at vit duga líka væl sum Per og Pól, bangin fyri at onnur skulu flenna eftir okkum. Men sum oftast eru tað vit sjálvi sum forða okkum sjálvum. Eg byrji oftani við upphiting, brúki tónleik frá ymiskum londum, tónleik frá upprunafólkasløgum. Trummir frá Afrika, Australien, Polynesien, samba-tónleik, eisini modernaðan tónleik. Føroyskan tónleik s.s. fótatrakk ella líknandi. Kroppurin sigur frá um eg vil dansa í gleðisrørslu ella um eg vil dansa meg ígjøgnum eina ella aðra pínu, eg stríðist við. Blokeringar sum koma av eini ella aðrari hending ella var tvungin at seta bann fyri. Tá gerast vit stív í nakkanum og herðum - vit lótu ikki energiina flóta so sum hon eigur at gera. Ella so vil kroppurin møguligani dansa, so sum eg ynskti at eg skuldi gera, tá ið eg var sjey ára gomul. Spurningurin er so, um tað veruliga er neyðugt at fara á skeið, fyri at læra at røra seg? Nei, tað klára flest okkara at gera. Men at røra okkum heilt og fult og fáa atgongd til okkara maximalu lívsmegi - tað mugu vit oftani læra okkum umaftur. Frígerandi dansur hjálpir okkum at frígera energi - energi sum vit sjálvi hava hildið aftur, tonk uppá roykjarar, teir halda nógvan energi aftur, hattar var eymt sagt. Tá vit vóru børn, tá høvdu vit energi, men so møttu vit lívsins harða skúla. Vit møttu pínu og ótta - vit blivu smæðin, ill og frustreraði. Vit rørdu okkum ikki, kanska fyri at vit ikki skuldu hoyrast, ikki sýnast og ikki vísa ella kenna okkara kenslur. Soleiðis bygdu vit okkara verjugarðar. Gerast stív í nakka og herðum, bíta saman tenn, láturin, dansurin, sangurin og tað lætta leikandi barnalyndið følnar og tagnar. Frígerandi dansur vekir lív í kroppin, fær fram láturin, veknir andan í okkum og økir skapanargleðina. Vit slappa av og draga eftir anding, so vit fáa meiri sýrir, vekja meiri lív í okkum. Vit noyðast ikki at føla okkum øðrvísi. Vit verða saman við øðrum í bólka-aktivitetum, lurta og læra av hvørjum øðrum eftir serligum harðum tónleiki. Frígerandi dansur varar í ein tíma út í eitt, fyri at halda á og fáa meir energi. Eftir tað tosa vit saman, hvussu tað var, óansæð hvussu lítið eg tordi at røra meg, var eg villigur at taka risiko ella tordi og uppdagaði eg nøkur nýggj evnir hjá mær sjálvum, sum eg ikki ánaði vóru til? Tordi eg læta ljóð koma úr mær? Hattar er fyri bæði kvinnur og menn í øllum aldri. Eg havi lært fleiri fólk at kenna sum ongantíð fyrr tordu at røra seg, sum eru farin víðari á fleiri onnur dansiskeið, so sum enskan dans, latínsk dansiskeið og kunnu fara út og stuttleika sær í dag, sum ongantíð áður. Tað vóru arbeiðspláss, sum sendu teirra fólk á frígerandi dansiskeið, eftir sum tey sóu uppá tað sum heilsurøkjandi. Og eg fór eisini út til arbeiðspláss og hevði frígerandi dans við teimum. Og inn á ymiskar stovnar, skúlar og inn á Gävle anstalten og hevði frígerandi dansiskeið við teir, sum sótu inni. Tað var ferð eftir ferð, at maður mín bleiv so bilin, at eg kundi fá aymisk fólk til at dansa. Nógv eru so treisk og kundu ongantíð hugsa sær, at farið upp og dansa, so tá tey hava gjørt tað nakrar ferðir, so er tað so lívsgevandi at tey fara víðari og læra seg bæði eitt og annað, alt frá dansiskeiðum til at spæla uppá trummir ella onnur instrument. Tað er áhugavert at arbeiða við sovorðnum fólki, sum vilja persónliga menning, vilja fáa fatur í lívskraft og stuttleika sær ábyrgdarfult. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Royn teg sum alara á Giljanesi Á árliga SÍF tiltakinum í ítróttarhøllini á Giljanesi sleppa fólk millum annað at fóðra síl og gita, hvussu nógv ein laksur vigar Tú kanst royna at gita, hvat ein laksur, sum svimur í einum kari vigar. Og tú kanst sleppa at fóðra síl í einum øðrum kari. Umframt øll tey vanligu tilføkini, sum plaga at vera, tá ítróttarfeløgini samla pening til raskturin. Afturvendandi SÍF tiltakið í ítróttarhøllini á Giljanesi verður komandi sunnudag. Byrjað verður klokkan 16.00 seinnapartin, og hildið verður á til klokkan 22.00. Tiltakið byrjar við mótasýning klokkan 16.00. Beint eftir mótasýningina byrjar eydnuhjól, sum fer at halda fram, alla tíðina, meðan opið er. Eisini verða onnur vanlig tiltøk so sum fiskibrunnur, bóltkast og matsøla, meðan opið er. Klokkan 17.00 byrjar køkutombola. Sandavágskøkurnar eru tiltiknar, og vanligt er, at kappast verður um, hvør letur vakrastu og flottastu køkuna. Sigast skal tó, at tær koma kortini ikki bara úr Sandavági. Tað kemur meira enn so fyri, at onkur er úr øðrum bygdum í Vágum. Samstundis sum køkurnar verða sýndar fram, áðrenn tombola sølan byrjar, ber til at atkvøða um vakrastu køkuna, sum er at vinna. Úrslitið av teirri kappingini verður kunngjørt, tá tiltakið endar klokkan 22.00. Klokkan 19.00 fer Ragnar í Vík á pallin at syngja country & western. Kendasti føroyski cowboysangarin tykist væl umtóktur í Vágum eins og aðrastaðni. Hann hevur fyrr, við góðari undirtøku, sungið til líknandi tiltak á Giljanesi. Klokkan 19.30 verður ein rættiliga áhugaverd framsýning. Eitt slag av mótasýning, ber til at siga. Tá fara fólk at sýna fram brúðarkjólar frá 1950 til dagin í dag. Eisini verða leikarabúnarnir hjá SÍF upp gjøgnum tíðirnar vístir fram á pallinum. Til ber so at sammeta gamla brúðar- og ítróttarmótan við tað, sum brúkt verður í dag. Sum sagt verður eisini ymiskt, sum hevur samband við alivinnuna, at síggja á SÍF tiltakinum á Giljanesi sunnudagin. Alla tíðina, tiltakið varir, fara kør við livandi fiski at standa í høllini. Í einum kari fer ein livandi laksur at ganga. Fólk kunnu so keypa ein seðil, har tey skriva á, hvat tey halda, at laksurin vigar. Tann, sum er næstur nágreiniligu vektini á fiskinum, vinnur fiskin. Úrslitið verður kunngjørt, tá tiltakið endar klokkan 22.00 um kvøldið. Í einum øðrum kari fara síl at ganga. Nógv síl. Har kunnu fólk keypa alifóður, sum tey so geva sílunum. Síl er rættiliga lívligur fiskur, og stuttligt er mangan at síggja, hvussu tey kappast um at vera fyrst á fóðrinum, sum tveitt verður fyri tey. Eisini verður ein myndarøð sett upp saman við fiskakørunum. Hetta eru myndir, sum tiknar eru á eini alistøð og sum vísa gongdina í laksaalingini. Myndarøðin og alikørini standa uppi alla tíðina, opið er. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Norðurlendsk ráðstevna á Selatrað Um vikuskiftið høvdu norðurlendsku ungdómsráðini ráðstevnu á Selatrað, har Føroya Ungdómsráð var vertur Norðurlendsku ungdómsráðini hava havt ráðstevnu á Selatrað, har høvuðsevnið var Útnorðursamstarv. Ráðstevnan, sum nú varð hildin á Selatrað, var onnur av tveimum árligum ráðstevnum, sum hildnar verða á skift í Norðurlondum. Hesaferð varð avgjørt, at hon skuldi vera í Føroyum, og vertirnir valdu so at halda hana í Skótadeplinum á Selatrað. Norðurlendska Ráðharraráðið rindar hesar ráðstevnurnar. Formenninir og aðalskrivararnir í teimum norðurlendsku ungdómsráðunum luttóku á stevnuni. Tó vóru álendingar ikki við, sigur Kári Olsen, sum er aðalskrivari hjá Føroya Ungdómsráð. Hann sigur, at sagt varð frá teimum royndum av ungdómsarbeiðinum, hvørt landið sær hevði at vísa á. Kári Olsen sigur, at tey stóru Norðurlondini líkasum venda sær meira suður eftir í teirra altjóða arbeiði. Tey hava meira samband við Europa, tað vil siga ES. Hendan møguleikan vildi Føroya Ungdómsráð eisini fegið havt, men sum er, ber tað illa til. Vit hava ongan sáttmála við ES sum ger, at vit kunnu luttaka á jøvnum førti við hini londini í slíkum samstarvi. Hini Norðurlondini hava sáttmálar, sum gera, at millumtjóða samstarv tann vegin verður fíggjað av ES, meðan føroyingar sjálvir mugu gjalda alt, skulu vit vera við í slíkum. Kári Olsen sigur, at hann hevur frætt frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, at ætlanir eru frammi um at royna at fáa eins slíkan sáttmála í lag. Norðurlendsku Ungdómssambondini luttaka dúgliga í tí politiska arbeiðinum úti í heimi. Eitt nú hava tey verið serliga virkin í arbeiðinum við demokratiseringini av gomlu kommunistalondunum eystanfyri. Eisini hava serliga finnar verið sera áhugaðir í at fáa sonevnda >>Barentsøkið<< við í samstarvið. Teir hava arbeitt dúgliga við at hjálpa teimum har uppi í gongd við altjóða ungdómsarbeiði. Føroya Ungdómsráð metir, at um føroyingar høvdu havt somu møguleikar sum hini Norðanlondini til at luttikið í altjóða arbeiðinum, hevði tað styrkt føroyska ungdómin munandi og gjørt hann betri føran fyri at viðgjørt fleiri altjóða mál, sigur Kári Olsen, aðalskrivari í Føroya Ungdómsráð. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Seinastu flóttafólkini komin Tey seinastu av teimum eysturslavonsku flóttafólkunum, sum søktu innferðar- og arbeiðsloyvi í Føroyum, komu higar mánadagin Mánadagin komu 11 eysaturslavonsk flóttafólk við flogfari úr Danmark til Føroya. Tey búgva í løtuni á Runavíkar Sjómansheimi. Talan er um tvær familjur, og tveir leysar, ungar menn. Í aðrari familjuni eru maður og kona við tveimum børnum. Í hini familjuni eru somuleiðis maður og kona við tveimum børnum, umframt ein 11 ára gomul systir mannin. Teir báðir støku menninir eru ávikavist 22 og 24 ára gamlir. Jákup Pauli Olsen, ið hevur verið ein teirra, sum hevur arbeitt við at fáa hesi fólkini til Føroya, sigur, at hóast tey nú eru komin higar, og tykjast væl nøgd við tað, hevur tað tikið alt ov langa tíð at koma so langt. Hann sigur, at tað tykist, sum hesi fólkini eru sera væl móttikin. Tað, hann dugir at síggja, hava tey bara møtt útrættum hondum í Føroyum, sigur hann. Mánakvøldið vóru tey saman við hinum eysturslavonunum, sum komu úr Danmark í fyrra umfari. Og tey fólkini hava verið til ómetaliga stóra hjálp, nú hesi seinnu komu. Støðan í Danmark var fastlæst, sigur Jákup Pauli Olsen. Fólkini fingu noktað friðskjól í Danmark, men sluppu til Føroya eftir eini gamlari lóg, sum framvegis er í gildi í Føroyum, men ikki í Danmark. Loyvi at koma til Føroya fingu tey, eftir at føroyskar fyritøkur høvdu játtað teimum arbeiði og okkurt at búgva í. Í løtuni tykist tó eitt sindur trupult at fáa nakað at búgva í á eystara armi við Skálafjørðin, har fólkini nú eru. Jákup Pauli Olsen sigur, at tey tí fyribils verða hýst á Runavíkar Sjómansheimi. Tey eru eitt sindur ymiskt fyri málsliga, nú tey koma hendanveg. Onnur familjan er rættiliga væl fyri. Tey hava havt eina skipaða tilveru í Danmark. Børnini hava gingið í skúla og duga heilt væl danskt. Eitt sindur verri stendur til við hinari familjuni. Har duga tey vaksnu als einki danskt mál. Maðurin dugir ikki eitt orð av enskum, meðan konan so dánt klárar eina samrøðu. Børnini siga seg skilja eitt sindur av donskum, men duga ikki at tosa tað kortini. So har verður eitt sindur torførari at koma ígjøgnum, sigur Jákup Pauli Olsen. Hendan seinna familjan hevur havt serligar trupulleikar at drigist við, tí talan er um blandað hjúnalag. Maðurin er serbi, meðan konan er kroatisk. Tað vilja kroatar als ikki góðtaka, so myndugleikarnir har niðri hava tikið pass hennara við eftirnanavninum hjá manninum frá henni, og latið hana fingið eitt annað við gentunavninum á. Av hesum stóðust onkrar smávegis seinkingar í passeftirlitinum á flogvøllinum, tí myndugleikarnir ongastaðni dugdu at síggja, at talan var um mann og konu, greiðir Jákup Pauli Olsen frá. Flóttafólkini, sum komin eru hendanveg, hava øll fingið tilboð um at læra føroyskt í kvøldskúlanum. Skeið í føroyskum verða regluliga hildin fyri vaksin fólk, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Men Jáup Pauli Olsen væntar, at tað verður harður skúli, tí málini eru so ólík. Her er einki felags millum føroyskt og teirra móðurmál. Men tey hava fingið so mikið gott álit á føroyingum beinanveg, tey komu, at fleiri longu hava teknað seg til málskeiðini, sigur Jákup Pauli Olsen. Ikki eiti á Kollvelting er eitt stórt orð, men tú sleppur ikki undan at brúka stór orð, tá ið tú hugsar um SPROTAN hjá Jonhard Mikkelsen. Hesin bókaklubburin hevur longu í ár sent 7 væla bøkur til limir sínar, og tríggjar koma afturat í ár, har umframt eru komin trý stuttsøgusøvn (Finnbogi Ísakson týddi) (at lesa stuttsøgur er ikki minni gevandi og stuttligt enn at lesa skaldsøgur) og tann frálíka Orðalagslæran hjá Jeffrei Henriksen. Ikki eiti á, og so kosta tær bara 160 kr. fyri limirnar. Eisini tøknin at prenta bøkur hevur gjørt eitt risa lop. Dimmalætting hevur prentað tær og Helgi Justinussen hevur bundið tær inn. Báðar fyritøkurnar hava rós uppiborið. Helmingurin av bókunum eru skrivaðar í nítiárunum og týddar til bókaklubban. Hóast tú hevur lisið tær báðar Aftur á slóðina (Hans Thomsen týddi) og Fjúrtan dagar fyri frostnætur (Finnbogi Ísakson týddi), mátti tú lesa tær aftur, nú tú hugdi niður í tær. Hinar fimm eru afturlítandi sjálvsævisøgur og ættarsøgur. Lívsins aks hjá Sven Delblanc (Jákup í Skemmuni hevur týtt) hevur undirheitið: Barnaminnir. Sera vælskrivaðar endurminningar. Kanska herskin og opinskárað frásøgn, men tú ivast ikki í, at her er ein stórur høvundur, ið vil skera inn á bein í endurminningum sínum, hóast tað pínir og verkir. Tær fýra eru skrivaðar av kvinnum í ymsum aldri og frá tveimum londum, Svøríki, USA-Kina. Eydnufelagið (Turið Sigurdardóttir týddi) munnu flest komast við, hon varð lisin upp í Útvarpinum, men hon tolir at verða lisin. Her er nógvur lívsvísdómur og poesiur, sum skal lesast eisin fleiri ferð. Ein vetur í Stokkhólmi og Áðrenn tú sovnar hevur Jákup í Skemmuni týtt og tað seinnu hevur Linn Ullmann, dóttir ta kendu Liv Ullmann og tann ikki minni kenda Ingmar Bergmann, skrivað. Tær báðar liggja í kjalarvørrinum á tí nú so kenda >>kvinnuskaldskapinum<<. Hvørgin teirra ber nakað nýtt fram. Tú hevur lisið hetta ofta fyrr, men eitt ávíst undirhald er tað sjálvsagt, og tær eru lætt lisnar. Tó ivast tú í, um tann hjá Linn var komin út og lisin so nógv, um hennara kendu foreldur ikki áttu ein týðandi part av søguni, men hon skrivar um sítt egna lív. Slatur er altíð slatur, ikki bara í Føroyum, og hevur sítt virði so ella so. Beint nú havi eg lisið ta seinastu: Anna, Hanna og Jóhanna hjá Marianne Frederiksson (Jákup í Skemmuni týddi). Hóast sínar 359 síður er hon skjótt lisin. Hon lesur seg mest sum av sær sjálvum, og tú skilir, at hon er nú millum mest seldu bøkur í Europa, tí henda søgan, sum fevnir um trý ættarlið av kvinnum, er væl fortald. Óivað verður hon flokkað millum kvinnubókmentirnar, men her er ein annar tóni, ein leitan og roynd at skilja bæði kynini. Einki >>frelst<< ella frammanundan lagdar ætlanir og hugtøk, sum skulu prógvast. Hon hevur eina søgu, ið má sigast. Í so máta líkist hon Eydnufelagnum, sum er um tvey ættarlið av kinesiskum amerikanarum. Jú, eg hyggi eisini í sjónvarpið, men tað er vælsignað at hava eina bók liggjandi, hon fer ongan veg. Anna, Hanna og Jóhanna stóð seg væl í kappingini við skýggjan. Ja, tað var bara Dagur og vika, sum var kappingarfør. Nú mundi eg gloymt málið. Eg eri nú so mikið gamal, at tað líkasum situr í einum, hatta við málinum. Tosaði ella skrivaði tú um eina bók, varð altíð okkurt sagt um málið. Sigast má um allar fýra týðararnar, at teir hvør í sínum lagi megna at handfara móðurmálið so mikið væl, at tú hugsar ikki um tað. Tú steðgar ikki á. Soleiðis skal tað vera. Tøknin gongur í sjeymílastyvlum, men tað skal ein eldsál sum Jonhard Mikkelsen til at fáa hana at bera okkum so nógvar bøkur á føroyskum og tað alt í einum ári. Steinbjørn B. Jacobsen Friður!? Fyri nøkrum árum síðani segði ein arbeiðsfelagi við meg, Ísrael, Ísrael og aftur Ísrael at hoyra í tíðindunum, eg segði við hann, at tú kemur framvegis at hoyra meir um hettar landið í framtíðini og tað vísir seg at tosað verður um friðarsamráðingar við Palestina, ið ferð eftir ferð bresta. Hettar er í mínum oyrum positivt, lesa vit í 1. Tess.br. kap. 5, vers 3 stendur: Tá ið tey siga Friður og eingin vandi! - tá kemur bráður undirgangur á tey, eins og verkir á barnakonu og tey skulu als ikki sleppa undan. (Hettar er um dag Harrans). Vinarligast Pól Hans Jákup Debes Førleikaskerd í arbeiði Endamálið má vera at koma arbeiðstarnaðum til hjálpar við framleiðslu og annars at hjálpa avlamnum til arbeiðis: a) at royna arbeiðsevnini hjá arbeiðstarnaðum við atliti til meting um møguleikar (arbeiðs/vinnuroyndir) hjá tí einstaka at arbeiða, b) at menna arbeiðsmøguleikarnar hjá arbeiðstarnaðum sum heild, c) at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurútbúgving og umskúling, so vinnutarnað aftur kunnu fara til arbeiðis, d) at skipa fyri fakligari útbúgving handaliga ella bókliga av arbeiðstarnaðum, e) at skipa fyri vinnuligum vardum arbeiði fyri avlamnum, sum ikki hava førleikan at arbeiða í vanligari vinnu, f) at stuðla arbeiðstarnaðum at fáa til vega tilfar til at virka og til at selja vørur, tey virka. Hendan vinnan eigur ikki at geva óhóskandi kapping. (Leysliga endurgivið úr ALV-viðtøkunum). Serliga umráðandi verður, at øll medvirka at betra um hugburðir, ið skapa praktiskar loysnir, og slætta vegin hjá vanligum vinnurekandi í góðum hýri at taka vinnuskerd fólk í arbeiði. Tá ið vinnurekandi fáa nyttu og gleði av teimum vinnuskerdu, tá fer arbeiðsgleðin so sanniliga at ganga báðar vegir! Eitt tilfeingið sum fá hildu vera trúligt kann vakna! Vónandi taka øll sum eru uppstillaði hetta økið til sín sum sítt hjartamál. Tá er vón um at býráðið íðiliga fer til verka. Ein partur kann verða at sýna teimum vælvild, sum serliga arbeiða fyri økinum. Til dømis við at vísa á ítøkiligar møguleikar sum kommunan hevur og er sinnað til at luttaka í. Jónas Johnsson valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum ODDAGREIN: Ein ólukkulig støða ALLUR heimurin bíðar í spenningi eftir, at okkurt skal spyrjast burtur úr samráðingunum í Egyptalandi um ólukkuligu støðuna í Ísrael. Ein ólukkulig støða er tað, tí hon tykist so fastløst og ómøgulig at koma burtur úr við góðum. Hon fær okkum at hugsa um "norðurírskar tilstandir", har ein atsókn ella gerð førir við sær eina aðra. Tað er sum skrúvan uttan enda: ein óendalig røð av atsóknum og hevndaratsóknum móti hvørjum øðrum, ísraelar móti palestinum og øvugt, har eygað fyri eygað terminologiin ræður. TAÐ er neyðugt at fara aftur í søguna til tess at skilja hetta málið - til uppruna Ísraels og til krav/rætt palestinaranna til sítt egna land. Friðartilgongdin í Miðeystri hevur gingið væl og hevur tað við samráðingum og dialogi eydnast at fáa partarnar at binda frið. Men nú palestinar loksins vildu seta dagin fyri stovnsetan av einum palestinskum stati kom kuril í. Palestinar øðrumegin halda, at teir nú hava bíðað leingi nokk og hava teir eisini sett krøv fram um, at Jerusalem verður teirra høvuðsstaður. Ísraelar hinumegin vilja uppá ongan hátt lata Jerusalem frá sær, og teir nokta at samráðast, soleingi palestinar brúka harðskap. Men um somu tíð sum tosað verður um ein ein palestinskan stat og um framtíðina hjá Jerusalem halda ísraelar fram við at byggja nýggjar bústaðir í økjum, sum palestinar siga seg eiga. Hetta skapar sjálvandi frustratiónir og endar tað í eljustríði, har børn og ung tveita grót eftir væl vápnaðum ísraelskum løgreglumonnum og hermonnum, sum skjóta aftur við vandamiklum gummikúlum. UPPREISTURIN, sum palestinar, hava sett í gongd, verður av ísraelum uppfataður sum veruligt kríggj. Palestinar hinumegin kenna seg provokeraðar til at vísa á sína ónøgd, og tað at meira enn 100 palestinar eru deyðir ger støðuna nærum óloysiliga. Tað syrgiliga er, at hesin uppreistur hevur givið høgrakrefturnum vind í seglini, soleiðis, at stjórnin við tí meira moderata arbeiðaraflokkinum nú kennir seg noydda til at taka víðgongdar jødar sum Sharon, slaktaran frá Chatilla-flóttaleguni í Libanon á sinni, við í stjórnina. Sohvørt royndir verða gjørdar at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið, royna teir viðgongdu á tí palestinsku síðuni at gera alt fyri at seta kílar í. Og soleiðis heldur hetta ólukkuliga stríð fram. TAÐ er ikki lætt hjá okkum her heima at taka støðu í hesum málinum, nú teir víðgongdu hjá báðum síðum eru um at stjala myndina. Tá er jú øll vón úti fyri eini loysn. Tí - hvat man enn heldur um ísraelar og palestinar og søk teirra, so er bert ein gongd leið burtur úr hesum trupulleikum, og hon er hóvligi samráðingarvegurin. At brúka harðskap og seta ultimativ krøv førir ikki til nakað. Tí hava vit brúk fyri hóvligum leiðarum á báðum síðum. Vit hava eisini brúk fyri einum amerikonskum forseta, sum framhaldandi roynir friðarleiðina, og har roynir at skilja báðar partar. Tíanverri kann núverandi støðan gera, at vit fáa ein víðgongdan amerikanskan forseta væl stuðlaðan av jødalobbiuni. Er tað nakað, sum heimurin ikki hevur brúk fyri, so er tað ein republikanskur forseti í USA, sum einvíst leggur seg á kósina hjá teimum viðgongdu jødunum. Heimurin hevur brúk fyri einum amerikonskum forseta, sum heldur høvdið kalt í slíkum máli. Tí skal tað vera vón okkara, at Al Gore verður eftirmaður Clintons og førir víðari hóvligu kósina. MÁLIÐ er kanska nógv meira vandamikið enn flestu okkara hugsa. Tí tað er so eldfimt. Hóast palestinar eingi vápn hava, so hava teir ein muslimskan heim, sum stuðlar søk teirra. Hetta er at meta sum ein nógv sterkari vápn enn tann vælútgørdi ísraelski herurin. Vil heil illa til, so kann hetta stríð elva til eitt heimsumfatandi stríð millum muslimar og so onnur, har tað serliga verða bretar og amerikanarar, sum koma at kenna sviðan, men eisini allur Vesturheimurin, um arabar fara at brúka oljuna sum vápn. Tað er tí øll orsøk til at vísa hóvsemi og framhalda dialogin. Kunningarskriv frá P/F Fjarhitafelagnum Innleiðing Við tað at ein ávís ónøgd er komin fram frá Fjarhitanevndini hjá Eigarafeløgunum um prísirnar, sum liggja til grund fyri fjarhitaveitingini hjá P/F Fjarhitafelagnum, vil nevndin koma við hesum viðmerkingum. Uppruni felagsins stavar aftur frá 1987, tá SEV og Tórshavnar Kommuna stovna eitt felag, ið skal taka sær av fjarhitaveiting frá Brennistøðini á Sandvíkahjalla og Sundsverkinum til Tórshavnar Kommunu. Hetta var gjørt eftir at Orkuráðið líka frá 1980 hevði arbeitt við málinum í sambandi við ætlaðu útbyggingina hjá SEV og seinni við Brennistøðini. Hetta var mett at verða ein umhvørvisvinarlig skipan og hava ein landbúskaparligan týdning sum alternativ til at innflyta olju. Tórshavnar Kommuna samtykti, at fyrst og fremst øki uppi í Hoyvíkshaganum skuldi verða knýtt til hesa skipan. Treytin var, at tað ikki samanlagt skuldi verða dýrari hjá brúkarunum enn, um hesir nýttu vanliga oljufýrskipan. Hetta felag fór á húsagang, tí íløgan var ov stór í mun til tey hús, sum vórðu knýtt at skipanini. Felagið bleiv keypt aftur av Tórshavnar Kommunu og seinni kom SEV eisini uppí. Hendan meginregla, at samlaða gjaldið hjá fjarhitabrúkarunum ikki fer upp um kostnaðin at nýta oljufýr, verður framvegis nýtt. Íbindingargjaldið Endamálið við einum íbindingargjaldi er, at brúkarin skal gjalda fyri tann partin av samlaðu íløguni av fjarhitanetinum, sum hevur við fordeilingina út til brúkararnar at gera. Við at áseta eitt íbindingargjald, ávikar hetta ikki nýtslugjaldið. Hevði hendan meginregla verið nýtt í sambandi við útbyggingina av fjarhita í Hoyvíkshaganum, hevði íbindingargjaldið verið munandi hægri enn nú. Ístaðin valdi nevndin í upprunaliga felagnum, L/F Hitafelagið, at áseta íbindingargjaldið soleiðis, at tað í meðal svaraði til neyðuga íløgu í egið oljufýrt hitaverk, t.e. ketil, oljufýr, tanga, skorstein, pláss í kjallara ella grovkøki og neyðug rør v.m. Ráðgevarar felagsins mettu um kostnaðin og komu til tað úrslit, at sparingin var umleið 40.000 kr. og mæltu til at íbindingargjaldið skuldi verða 35.000 kr. Hetta helt nevndin vera ov høgt, tá brúkarin eisini skuldi gjalda fyri hitavekslaran. Ístaðin varð gjaldið sett niður til kr. 25.000. Prísir broytast bæði á útgerð og til egið orkuverk og til hitavekslarar, men nevndin í P/F Fjarhitafelagnum metir, at núverandi íbindingargjald framvegis er á hóskandi støði. Tað verður umhugsað at skipa fyri felags innkeypi av hitavekslarum, soleiðis at møguligur nøgdaravsláttur kann koma kundunum tilgóðar. Nýtslugjaldið Nýtslugjaldið fyri fjarhita fylgir gassoljuprísinum. Tá umroknað verður frá gassoljuprísi pr. litur til málda hitanýtslu í kWh, eru tveir faktorar av týdningi. Tann fyrri er orkuinnihaldið í olju. Upprunaliga varð orkuinnihaldið ásett sambært umrokningartalvu hjá Foreningen for Energistyring til 9,89 kWh/litur. Kanningar av orkuinnihaldinum í gassoljuni, sum seld verður í Føroyum, hava víst, at orkuinnihaldið er 10,125 kWh/litur ella 2,38% hægri enn áður mett. Hægra talið verður brúkt í umrokningini. Seinni faktorurin er, hvussu nógv orka fæst burtur úr einum litri av olju, tá hann verður brendur í einum hitaorkuverki. Sum vituligt er, fer ein partur til spillis sum tap í skipanini. Hesin faktorurin verður vaniga nevndur nyttuvirkni. Fjarhitafelagið hevur nýtt eitt ársnyttuvirkni fyri oljufýrd ketilanlegg upp á 0,70. Harafturat kemur elútreiðsla til oljubrennara og viðlíkahald/avskriving av ketilanleggi. Verða oman fyri nevndu viðurskifti tikin við í roknaða ársnyttuvirki fyri 1999, verður hann 0,78 fyri sethús og 0,81 fyri randarhús. Ósemja hevur verið um, hvussu stórt tapið er. Ikki er óhugsandi, at nýmótans hitaverk í dag hava betri nyttuvirkni, men tað kann ikki neyvt og endaligt ásetast. Hetta verður kannað nærri. Semja er við Fjarhitanevndina um útrokningarháttin av meðaloljuprísinum á føroyska marknaðinum. Samanumtikið má tó sigast, at fjarhitabrúkararnir ikki gjalda ov nógv. Hetta sæst eisini á meðaltølum, sum lýst niðanfyri. Meðaltøl fyri nýtslu- gjald og fast gjald Vit hava, síðan felagið byrjað at virka, gjørt hagtøl yvir meðalnýtslu fyri teir ymisku húsabólkarnar. Meðaltølini eru fyri hús, sum hava verið íbundin fjarhita í eitt ár og meira. Húsini eru bólkað í býlingar har húsini standa, og um tey eru sethús ella randarhús. Meðaltølini fyri teir ymisku býlingarnar og húsasniðini vóru fyri 1999: Bólkur Nýtslugjald/mánaðin Fast gjald/mánaðin Millum Gilja, randarhús kr. 618,00 kr. 40,00 Lítla Gil, sethús kr. 875,00 kr. 40,00 Inni á Gøtu, sethús kr. 829,00 kr. 40,00 Inni á Gøtu, randarhús kr. 595,00 kr. 40,00 Eystan Gil, sethús kr. 814,00 kr. 40,00 Við Løgmannabreyt, randarhús kr. 431,00 kr. 40.00 (bert 6 hús) Oljuprísir Okkara gjald fylgir gassoljuprísinum hjá P/F Shell. Vit hava frá byrjan fingið gassoljuprísirnar frá P/F Shell sama dag teir eru komnir í gildi. Prísbroytingarnar eru skrásettar á teldu, soleiðis at meðalprísurin á fjarhita er tøkur fyri alt tíðarskeiðið. Gassoljuprísurin lá frá á heysti 1993 til á heysti 1996 millum 2,70 og 2,90 krónur/litur, tá ið hann hækkaði til 3,15 krónur/litur og lá annars um tríggjar krónur/ litur fram til á heysti 1997. Á heysti 1997 tók oljuprísurin at falla, til hann fram móti jólum 1998 var komin niður á 2,56 krónur/litur. Síðan tá er prísurin hækkaður, til hann tann 21/9-2000 var komin upp á 4,76 krónur/litur. Prísurin er í dag 4,56 krónur/litur. Sí hjáløgdu strikumynd yvir oljuprísir. Skiftandi oljuprísurin gevur hesar meðal árligu oljuprísir: 1995: 2,715 kr./litur 1996: 2,926 kr./litur 1997: 3,005 kr./litur 1998: 2,747 kr./litur 1999: 2,870 kr./litur Meðal árligi fjarhitaprísurin var: 1995: 39,2 oyru/kWh 1996; 43,2 oyru/kWh 1997: 43,3 oyru/kWh 1998: 38,8 oyru/kWh 1999: 40,5 oyru/kWh Meðal oljuprísurin í ár hevur higartil verið 3,72 kr./litur. Um dagsprísurin heldur sær á sama støði árið út, verður meðalprísurin 3,90 kr./litur. Tilsvarandi kWh prísir fyri fjarhita verða sostatt 52,4 oyru/kWh til í dag, og um oljuprísurin heldur sær á sama støði árið út, verður meðalprísurin fyri fjarhita í ár 55,1 oyru/kWh, sum er 36% hægri enn í 1999. Ákontogjøld og nýtsluuppgerð Tá nýggir brúkarar verða bundnir í fjarhitaskipanina, er høvuðsreglan tann, at nýtslan fyrsta árið verður mett sum meðalnýtsla hjá sama húsabólki - sethús ella randarhús í sama býlingi. Tá brúkar hevur verið íbundin í eitt ár ella meira, nýta vit nýtsluna hjá brúkarunum í undan farna ári sum grundarlag. KWh-prísurin, ið nýttur verður til ákontogjøldini, er meðalprísurin fyri undanfarna ár. Við árslok verður orkumátarin avlisin og nýtslu uppgerð send til brúkaran. Tann fyrri parturin av uppgerðini er ein uppgerð yvir fjarhitanýtsluna fyri farna ár, og tann seinni parturin er eitt yvirlit yvir mett mánaðarlig ákontogjøld fyri komandi ár. Um brúkarin, vegna serstakar umstøður, ynskir síni ákontogjøld broytt, er møguleiki fyri hesum. Vónandi lýsir hetta skriv nakrar av teimum ivaspurningum, sum verið hava. Tórshavn 13. oktober 2000 P/F Fjarhitafelagið Skúlagøta í Kaldbak Eitt brennandi ynski hjá kaldbaksfólkum hevur leingi verið at fáa eina góða og trygga farleið til skúlabørnini, ið búgva Inni á Fløtum. Av tí at gongubreyt hvørki er í niðara ella ovara borði, noyðast børnini sum er at ganga allan vegin í og úr skúla eftir sjálvum koyrivegnum millum henda býlingin og skúlan, ið stendur longur úti í bygdini. Hetta er sjálvandi hvørki nøkur trygg ella haldbar loysn, tí ferðslan er stundum nógv á hesum vegastrekki, og vegurin er sera smalur. Umboð fyri býráðið og Kaldbaksnevndina hava verið á fleiri fundum við Landsverkfrøðingin um málið. Kaldbaksvegurin er landsvegur, og tískil áliggur tað fyrst og fremst hesum stovni at loysa henda trupulleika. Men hetta hevur víst seg at vera lættari sagt enn gjørt. Hóast viljin at finna eina ella aðra loysn ikki hevur skortað, hevur niðurstøðan hjá LV hvørja ferð verið, at peningur hvørki er ella verður tøkur til ábøtur ella møguliga breiðking av vegnum í bræði. Upprunaliga ynskið úr Kaldbak var at fáa eina gongubreyt gjørda framvið vegjaðaranum í erva. Men av tí at hetta varð mett at fara at smalka koyribreytina enn meira - og harvið seta børnini í upp aftur størri vanda - mæltu serfrøðingarnir hjá Landsverkfrøðinginum staðiliga frá hesi loysnini. Eitt tilboð frá kommununi um at yvirtaka vegin (tó framvegis saman við LV - men fyri egna rokning - at royna at finna eina brúkiliga loysn), vann heldur ikki frama. Somu lagnu fekk eisini alternativa uppskotið hjá kaldbaksfólki um at leggja eina gøtu eftir bakkanum, omanfyri vegin. Hinvegin vendu kaldbaksfólk avgjørd tummilin niðureftir til uppskot Landsverkfrøðingsins um at gera eina gøtu eftir bønum niðanfyri vegin. Men sum í ævintýrunum, so fær alt ein góðan og lukkuligan enda, tá samanum kemur, og so er tíbetur eisini í hesum føri. Landsverkfrøðingurin hevur nevniliga - og tøkk fái hann fyri tað! - nú boðað kommununi frá, at hann hevur góðtikið eitt fjórða uppskot, sum kommunan og Kaldbaksnevndin funnu fram til, eftir enn eina ferð at hava stungið høvdini saman. Uppskotið ber í sær, at ein "skúlagøta" verður løgd ein metur ella so inn frá vegjaðaranum í ovara borði, frá býlinginum Inni á Fløtum og út til skúlan. Eg kann í hesum sambandi heilsa og siga, at miðað verður eftir at fara undir arbeiðið skjótast tilber. Vinarliga Leivur Hansen, borgarstjóri Heildin og staklutirnir Kommunuvalið nærkast; tað sæst á greinunum, sum valevnini senda bløðunum, men lítið nýtt er at síggja. Lítið ítøkiligt, mest leysakast, men tað er kortini eingi skaði í tí, at hugflogið sleppur at sveima víða í nakrar vikur, um bara veljarin skilur, at talan er um hugarok og ikki veruleika. Tað verður stillað upp politiskt. Samanumtikið tykist valið vera lítið flokspolitiskt, men merkt av einstaklingum og teirra áhugamálum. `I eini leygardagsdimmu t.d. sendir tann býráðspolitikarin, ið man hava sitið eina longst, sína liberalistisku heilsan til øll pláss í kommununu; eisini Kollafjørður fær kvøðu, men ikki við einum orði nevnir Heðin Mortensen, hvørjar ætlanir hann hevur fyri bygdina. Eg haldi, tað hevði ikki verið meira enn rímiligt, um Heðin fortaldi kollfirðingum nú, hvat meira skal henda í bygdini, og á hvønn hátt, hann heldur, hon skal lagast til at virka saman við og í Tórshavnar kommunu. Tær nýggju bygdirnar í kommununi skulu hava somu møguleikar at menna seg og høvuðsøkið. Fái eg undirtøku, ætli eg mær at hava eitt vakið eyga við tilgongdini í Kollafirði, soleiðis at bæði vinnulívið og tað sociala lívið í bygdini fáa góðar karmar at virka í. Tað tykist trupult at finna upp á nýggj høvuðsmál. Ein kann eisini spyrja, hví so lítið samsvar er millum tað, sum flokkarnir á tingi siga og gera, og býráðsvalevni flokkanna? Svarið kann m.a vera, at her hava vit við heilt onnur mál at gera, og hóast hetta er landsins nógv størsta kommuna, so eru viðurskiftini kortini á mangan hátt smá og ávirkilig av lítlum. Vit vita t.d. ikki, hvussu næstu 4 árini fara at roynast, men vit vóna tað besta. Eisini tey ymisku økini í kommununi gera, at vanligt floksbýti hevur hug at hvørva. Sum kunnugt ber ikki til bæði at blása og hava mjøl í munninum. Inntøkugrundarlagið er fortreytin fyri, at kommunan orkar at loysa málini - eisini tey, ið leingi hava ligið á láni, tí fíggjarorkan var ikki til staðar. Hetta krevur, at skattainntøkan verður væl umsitin, soleiðis at vit við tíðini veruliga kunnu lækka kommunuskattin og halda fast um lækkingina. Ein kommuna í brádligum vøkstri fær nógv dýr mál at loysa. Í løtuni er tað serstakliga tann sera stóri ansingarspurningurin, ið er frammi og trokar á, men hesin óvanliga stóri smábarnavøksturin fer um stutta tíð at gera vart við seg í fólkaskúlanum, og tí mugu fyrireikingar og munandi útbyggingar fara í gongd sum beinanvegin á skúlaøkinum. Meira um hetta málið seinni. Regin av Steinum, valevni Tjóðveldis- floksins til býraðsvalið Býráð ella bíðiráð? Børnini bíða eftir ansingarplássum! Gomlu okkara bíða eftir røktar- og umlættingarplássum! Ungar familjur bíða eftir grundøkjum at byggja á! Sinnisveik og foreldur teirra bíða eftir tryggum bústaðarmøguleikum! Á psykiatriskum deildum bíða borgarar í vónloysi eftir at sleppa út aftur í frælsi eftir lokna viðgerð! Skúlabørn bíða á 4. árið eftir skúlalækna! ...og vit kundu hildið fram. Spurningurin er tí nærliggjandi, um núverandi býráð hevur rætt til býráðsheitið, um ikki rættara heitið hevði verið bíðiráð? Legg merki til, at í flestu av hesum nevndu førum eru tað tey veiku okkara millum, sum liggja undir og verða forsømd. Hví hava øll hesi óføru fólk, sum í dag sita í býráðnum, ikki loyst tey mál, m.a. barnaansingar, sum tey nú í bløðunum, á fundum, á internetinum v.m. siga seg kunna loysa uttan hóvasták? Er tað rætt at lata tey halda fram at spæla býráð í fýra ár afturat? Jenis av Rana Hús og íbúðir Tey eru mong, sum sóknast eftir bústað í Havnar Kommunu. Tey eru eisini mong, sum fara at hava bústað í høvuðsstaðnum fyri neyðini. Men tey eru ikki heilt fá, sum aftra seg við at gera ta íløguna, sum eini sethús í Havn eru, tí hon kann binda tey á hendur og føtur. Summi eru ikki til reiðar at taka íløguna upp á seg enn. Tey vilja umhugsa støðuna nøkur ár aftrat. Onnur hava ongar tankar um at gera íløguna yvirhøvur. Tey vilja leggja størri dent á onnur virði í hesum lívinum enn akkurát eini sethús. Tosið um alternativa íbúðarbygging stingur seg upp av og á, men vanliga slær fólk seg til tols við, at føroyingurin vil hava síni egnu hús, og at húsini eru hansara lívsíløga. Hetta heldur ikki longur, og tí er neyðugt at fáa gongd á aðrar íbúðarformar. Gongdin tann vegin hevur verið at hóma leingi. Ymsir sambyggingarhættir hava verið royndir, og longu fyri 50 árum síðani varð farið undir at byggja raðhús í Havnini. Hesin byggingarhátturin tryggjaði óivað teimum, sum keyptu sær reyð raðhús við J. Paturssonargøtu, eina lagaligari íløgu enn teimum, sum bygdu stakhús. Í dag setir tann vanligi fólkavøksturin og tann stóra flytingin til Havnar aftur stór krøv til grundstykkir. Kostnaðurin at fáa sær eitt grundstykki og síðani at byggja sær eini hús á tað, er so stórur, at nógv, sum taka hetta upp á seg, kenna seg sperd. Tað er ongin ynskilig støða. Sjálvandi skal kommunan so væl, sum hon kann, útvega nýggj grundstykkir til sethús. Men hon hevur eisini skyldu til at umhugsa og viðgera aðrar møguleikar. Tí er tað hugaligt, at rættilig ferð er komin á tjakið um at byggja stór hús við íbúðum av ymsari stødd til fólk at leiga. Í Tórshavnar Kommunu verður arbeitt við einum tveimum modellum. Annað er at byggja einar 60 leiguíbúðir í triðja byggistigi á Berjabrekku, og hitt er at byggja lutaíbúðir (andeilsíbúðir) á eini trøð við Dalavegin. Leiguíbúðirnar skula bara kosta leigu. Lutaíbúðirnar skalt tú seta nakað av pengum í, men so hevur tú eisini ávís rættindi, til tú letur lutin frá tær aftur. Fáast hesar ætlanir í lag við kommununi og øðrum sum bylgjubrótarum, verður bøtt munandi um bústaðartørv og bústaðarmynstur. Samstundis verður nakað av trýstinum tikið av grundstykkjatørvinum. Íbúðirnar mugu sjálvsagt útvegast til ein slíkan kostnað, at tær eisini kunnu vera ein møguleiki hjá tilkomnum fólki, sum vilja sleppa úr ov stórum húsum, ið yngri fólk so kunnu yvirtaka. Jógvan Arge valevni tjóðveldisfloksins til Tórshavnar Býráð Eru føroyingar ein vittigheit ella ein serstøk tjóð? Tað hevði sømt seg, at Jóannes Eidesgaard nú gevur Føroya fólki eina treytaleysa umbering fyri framferðina í ST-málinum. Hartil átti hann sum fólkatingsmaður at sett fyrispurning til donsku stjórnina, um hon viðurkennir føroyingar sum tjóð. Til Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmann og formann Javnaðarfloksins. Góði Jóannes. Ársins vittigheit! Í øðrum londum halda tey um búkin, sum tey flenna! Landsstýrið setur fólkaræðið til viks! Soleiðis ljóðaðu tíni orð út til allar føroyingar, eftir at embætismenn í landsstýrinum høvdu sent eitt bræv til ST við fyrispurningi um upplýsingar í sambandi við samráðingar um fullveldi. Tú fanst harðliga at landsstýrinum, sum nú var farið "ov langt". Tú fanst eisini harðliga at landsstýrinum, tí vit ynsktu ein fund við aðalskrivaran hjá NATO, til tess at fáa greiði á okkara støðu og møguleikum í verjupolitikki. Okkara tjóðarrættindi Men Hvítabók staðfestir púra greitt, at føroyingar lúka allar fólkarættarligar treytir til tess at kunna nevna seg serstaka tjóð. Og nú hevur ein óheftur serfrøðingur í fólkarætti, sum hevur starvast mong ár hjá ST og hjá mannarættindafelagsskapum - Gudmundur Alfredsson - staðfest tað sama: Føroyingar eru ein tjóð, og hava rættindi sum ein tjóð. Tað merkir millum annað, at vit hava fullan rætt til at venda okkum til altjóða samfelagið gjøgnum okkara demokratiskt valda landsstýri. Og Alfredsson sker eisini hetta út í papp: Vit hava sum tjóð fullan rætt til at taka avgerð um okkara egnu lagnu á einum reellum grundarlagi Tað er diskriminerandi móti føroyingum, at Danmark ikki hevur boðað ST skrivliga frá, at vit hava rætt til fullveldi sambært altjóða viðtøkum Vit hava rætt til at samráðast um treytirnar fyri fullveldi Tað er ímóti altjóða viðtøkum, tilvitað at brúka fíggjarligt trýst í slíkum støðum Vit hava rætt at samskifta við altjóða stovnar Vit hava rætt at fáa meira javnstøðu í samráðingarnar - eitt nú við einum altjóða eygleiðara Rættindi undirgrivin Tá danska stjórnin hevur boðað ST frá, at vit als ikki hava hesi rættindi, gevur hon heimsins fremsta stovni villeiðandi upplýsingar um okkara fólkarættarligu støðu. Tú ert hennara avgerandi atkvøða á fólkatingi, og sostatt sjálv fortreytin fyri øllum hennara virksemi - eisini tá hon her undirgrevur okkara tjóðarrættindi. Og tú hevur stuðlað henni í føroyskum fjølmiðlum við at rópa okkara rættindi sum tjóð fyri eina "vittigheit". Tjóðarmál krevur eina tjóð Danska stjórnin hevur eisini sýtt fyri at lýsa føroyskt sum tjóðarmál í altjóða høpi. Hetta var annars eitt krav frá bæði landsstýrinum og uttanlandsnevnd løgtingsins. Eisini Føroya Javnaðarflokkur tók undir við kravinum. Men stjórnin noktaði. Og tann avgerandi atkvøðan hjá stjórnini - tú, Jóannes Eidesgaard! - lat ikki við seg koma. Eg haldi hetta vera skelkandi. Men sjálvandi - tekur tú undir við sjónarmiðinum hjá stjórnini um, at føroyingar ikki eru ein serstøk tjóð við tjóðarrættindum, so skilji eg teg. Tí ein tjóð er sjálvsagt fortreytin fyri einum tjóðarmáli. Er eingin tjóð, er sjálvsagt heldur einki tjóðarmál. Umbering neyðug Spurningurin um okkara rættindi at tosa við ST og NATO og spurningurin um tjóðarmál er alt partur av sama høvuðsspurningi: Eru føroyingar ein serstøk tjóð - ella eru vit ein danskur minniluti. Tú hevur í hvørjum einstøkum føri tikið eina støðu, ið hevur sum fortreyt, at føroyingar ikki eru serstøk tjóð. Eg gangi út frá, at hetta er ikki tjóðskaparliga grundarlagið hjá tær og Føroya Javnaðarflokki. Tí haldi eg, at tað hevði sømt seg, um tú gavst eina treytaleysa umbering til føroyingar fyri framferðina í hesum málum. Hartil hevði tað verið eitt áhugavert stig, um tú sum fólkatingsmaður setti stjórnini ein einfaldan fyrispurning, um danska stjórnin viðurkennir føroyingar sum tjóð. Ger hon tað, so hava vit eisini rættindi, sum skulu virðast. Tað áttu vit í minsta lagi at verið samdir um. Vinarliga Høgni Hoydal Landsstýrismaður í sjálvstýrismálum Barnaansingarmálið er væl lýst Fleiri býráðslimir hava ført fram, at málið um barnaansingina í Havn als ikki var búgvið at taka støðu til, tá tað varð lagt fyri býráðið. Teir føra fram, at har vantaðu tøl, kostnaðarmetingar og framrokningar. Hetta er kortini ikki rætt. Kostnaðarætlan og framrokning av barnatalinum í Tórshavnar kommunu fylgdu við málinum um at nøkta barnaansingartørvin ár 2003. Trivnaðarfyrisitingin gjørdi í juli mánaði í ár eina kostnaðarmeting, sum síðani tá hevur verið eitt skjal í málinum. Sama kostnaðarmeting er grundarlagið hjá Sosialu nevnd fyri at leggja málsetningin fyri býráðið. At býráðslimir nú kappast um at fortelja fólki, at málið var ov illa lýst, vísir bara, at teir als ikki hava sett seg inn í málið. Framrokningarnar av barnatalinum vóru eisini við á býráðsfundinum. Samstundis sum býráðslimir á henda hátt siga beinleiðis ósatt, so er hetta eisini ein háan ímóti Trivnaðarfyrisitingini, sum hevur gjørt eitt stórt og grundleggjandi arbeiði fyri at lýsa málið út í æsir. Ein teirra endurgevur eitt brot úr uppskotinum um politiskan málsetning á barnagarðsøkinum. Hann sigur, at hetta brotið ikki er búgvið at taka støðu til, og tí mátti málið aftur í nevnd. Men í uppskotinum er eisini eitt annað brot, sum hann ikki endurgevur. Hetta brotið er soljóðandi: "Kommunan skal á hvørjum ári í sambandi við viðgerðina av fíggjarætlanini endurskoða málsetningin, soleiðis at útbyggingin støðugt er í samsvari við barnatalið í kommununi. Málið er at beina burtur bíðilistan á barnagarðsøkinum." Seinasta brotið tryggjar, at málsetningurin verður viðgjørdur í sambandi við fíggjarætlanina, og tí var ikki neyðugt at beina málið aftur har. Um býráðslimir veruliga vildu loysa barnaansingartørvin, so høvdu teir møguleikan á seinasta býráðsfundi. Kostnaðarætlanin fyri at víðka barnaansingina í Tórshavnar Kommunu komandi árini Fleiri børn Rakstrarkostnaður Íløgur/keyp kr. kr. kr. Tilsamans 444 børn 13.646.550 kr. 19.095.000 kr. Her havi eg ikki sett upp, hvar útbyggingarnar skulu fara fram. Tað skjalið er eitt arbeiðsskjal og tí ikki búgvið at almannakunngera enn. Elin Lindenskov, býráðslimur Valevni Javnaðarfloksins www.lindenskov.com Magnus Tausen - jakup@sosialurin.fo Landskappingin byrjað Flogbóltskappingin byrjaði um vikuskiftið. Í meistaradeildini verður leikt dupultumfar, t.e. at eitt umfar er fyri jól og eitt eftir jól. Stigini verða koyrd í helvt eftir jól Seinasta kappingarár var ikki so spennandi, tí hjá kvinnunum var Mjølnir einaráðandi, og hjá monnunum var tað Fleyr, sum vant burtur úr hinum liðunum. Meira spenningur Hetta kappingarárið sær út til at gerast meiri spennandi enn seinasta, tí hjá kvinnunum tapti Mjølnir seinasta vikuskifti fyri Drátti í FK-kappingini, sum Fleyr skipaði fyri. Hjá monnunum hevur Fleyr mist nógv fólk, og tó at ungir og dugnaligir menn hava tikið við, so er liðið viknað. Nýggj teljiskipan - enn einaferð Seinasta kappingarár varð nýggj teljiskipan roynd í landskappingini. Leikt varð í tveimum hálvleikum. Tvey sett vóru í hvørjum hálvleiki, hvørt settið upp í 21. Hetta var felags skipan fyri øll norðurlond, men av tí at sviar avgjørdu at fara frá hesi skipanini, so gjørdu hini norðurlondini tað sama. FIVB, altjóða flogbóltssambandið, hevði givið loyvi til hesa royndarskipanina og ætlanin var eisini, at hon skuldi halda fram eini tvey ár afturat og so leggjast fram fyri hini limalondini í FIVB. Hetta verður nú av ongum. Skipanin, sum nú verður brúkt um allan heim, og tí eisini í Føroyum, er lík teirri góðu gomlu. Leikt verður um 5 sett. 4 tey fyrstu settini eru upp í 25, og 5. sett er upp í 15. Minst 2 stig skulu vera á muni í hvørjum setti. Spælt verður ikki um servuna, tí hvør bóltur telur. So er bara at vóna, at hesi skipanini verður longri lív lagað enn teirri gomlu. Magnus Tausen - jakup@sosialurin.fo Ilic beiggjarnir gjørdu um seg Flogbóltur, menn: Jugoslaviski venjarin hjá Mjølni var ein hin týdningarmesti spælarin undanfarna kappingarár, og í ár er eisini beiggi hansara at síggja í Føroyum. Hann spælir við ÍF ÍF - Mjølnir 1 - 3 17-25, 19-25, 25-23, 25-27 Mjølnir hevur í ár sera sterkt lið. Manningin er tann sama sum seinasta kappingarár, og tá vann liðið silvur. Í ár er so eisini Rúni Elltør farin aftur at spæla, og tað styrkir um. Borko Ilic er komin aftur úr Jugoslavia at venja klaksvíkingar, og hann var avgjørt besti leikari seinasta kappingarár. Tí verður hildið, at Mjølnir er gullfavorittur hetta kappingarárið. Gamlir kenningar Hjá ÍF er nógv broytt síðan liðið vann gull í 1999. Fleiri av leikarunum, sum tá vóru við eru givnir, men gomlu stuðlarnir Bjarni, Kenneth og Bartal eru við aftur í ár, og ÍF hevur umframt hesar frálíku leikararnar eisini fingið fatur á útlendskum venjara. Talan er um Boban Ilic, sum er beiggi Borko Ilic. Boban skal venja flestu liðini hjá ÍF og spæla við meistaradeildarliðnum Dystargongdin Nógvir og spennandi dystir hava verið millum ÍF og Mjølnir, og ofta hevur tað verið ÍF, sum hevur drigið longra stráið, og serliga á Kambsdali. Fyrsti dysturin hetta kappingarárið var so millum hesi liðini, og sum altíð gjørdist hann javnur og spennandi. Mjølnir legði harðliga fyri, og í 1. og 2. setti var eingin ivi um, hvat lið var betri. Mjølnir spældi trygt, og Borko avgjørdi nógvar bóltar frammi við netið. Spælið var kanska ikki so flott, men nóg mikið til at vinna á ÍF. Í hesum fyrstu settunum var tað sum um, at ÍF leikararnir ikki høvdu spælt saman fyrr. Nógvar misskiljingar vóru, og tað darvaði spælinum. So við og við gjørdist hetta tó betur, og Boban gjørdi alt meira um seg, og gomlu dygdirnar hjá ÍF komu til sjóndar. Í 3. setti var ÍF rættiliga komið fyri seg, og nú tóktist alt púra javnt. Álopsspælið gekk væl, og uppsamlingarnar aftanfyri vóru, sum altíð, sera góðar. ÍF vann hetta settið, og dysturin var um at venda. Í 4. setti fann Mjølnir góða spælið fram aftur og helt seg frammanfyri heilt upp í 24-17. Sostatt manglaið bara 1 stig í at vinna dystin, men nú stóð fast. ÍF gevst ikki so, og teir megnaðu eisini at koma við í dystin aftur. ÍF vann 8 stig á rað, og støðan gjørdist 25-24. Mjølnir tóktist at standa í stað, men til endans vístu teir tó styrkina, og vunnu settið 27-25. Brøðurnir Stóru spælararnir vóru Ilic beiggjarnir. Teir eru sera góðir frammi við netið, og vinna mestsum alt teir fáa at arbeiða við. Boban hjá ÍF tykist kanska ikki at vera í topp venjing, men hann dugir at spæla flogbólt, og verður helst tungur at syfta seinni í kappingarárinum. Besti leikarin í dystinum var Borko Ilic hjá Mjølni, og alt bendir á, at Mjølnir fer at koma langt hetta kappingarárið. Magnus Tausen - jakup@sosialurin.fo Fleyr mátti stríðast Flogbóltur, menn: Tað gjørdist eins torført, sum havnarmenninir vóru bangnir um, tá teir leygardagin royndu seg í Sørvági SÍ - Fleyr 1 - 3 Føroyameistararnir í Fleyr byrjaðu kappingarárið í Sørvági. At spæla í Sørvági er ongantíð lætt, tí SÍ er sera sterkt lið á heimavølli. Eisini er Fleyrliðið broytt nakað, borið saman við seinasta kappingarár. Klæmint Isaksen venur Fleyr í ár, og aftur at sær hevur hann góðar menn. Tummas Óli Mortensen spælir framvegis, og ein leikari, sum rættiliga ger vart við seg, er Steinar Eirikstoft. Steinar er ungur, men var ein av bestu monnunum á Fleyrliðnum, sum vann alt seinasta kappingarár. Ungt lið SÍ er mannað við ungum leikarum, sum seinastu árini hava vunnið ungdómsdeildirnar. Í ár spælir Sune Hansen eisini við. Hann er mest kendur úr ÍF, og hevur drúgvar royndir í flogbólti. Henda samansetingin fer óiva at geva hinum liðunum onkran hvøkk, í Sørvági í hvussu er. Byrjaðu sannførandi Dysturin byrjaði annars sera væl hjá Fleyr. Góðu servurnar vóru nokk til, at SÍ als ikki var við í dystinum tvey tey fyrstu settini. Móttøkurnar komu ikki fram til hevaran, og tá nyttar lítið, at SÍ hevur Jón Nielsen sum smashara. Jón fekk alt ov fáar bóltar at arbeiða við, og Fleyr streyk avstað. Broyting mátti tí koma í, og í 3. setti kom SÍ fyri seg. Lætta byrjanin hevði kanska gjørt, at Fleyr varð dovnað nakað. SÍ tók sær um reiggj, og vann hetta settið greitt. Móttøkan kom væl upp, og tí riggaði álopsspælið eisini. Hart móti endanum Í 4. setti byrjaði dysturin av álvara. Fleyr sá nú, at her fór ikki at vera so lætt at vinna kortini, og teir spentu seg tí út. SÍ helt á við góða spælinum, og teir vóru væl frammanfyri upp í 20, men tá fór Fleyr at nærkast. Tummas Óli kom inn, og tað gav Fleyr neyðugu trygdina. SÍ vildi tó ikki gevast so, og teir høvdu eisini settbólt, men endin var, at Fleyr vann settið 27-25 og dystin 3-1. Sum so ofta fyrr hjá SÍ manglaði bara tað síðsta, men hini liðini eru nú ávarað. Eingin vinnur lættliga í Sørvági. Magnus Tausen - jakup@sosialurin.fo Tungt hjá Fossanesi Flogbóltur, kvinnur: Uppflytararnir stóðu seg ikki móti TB, hóast tvørágenturnar ikki tykjast hava somu styrki sum í fjør TB - Fossanes 3 - 0 25-18, 25-15, 25-20 Seinasti dysturin í meistaradeildini var millum TB og Fossanes. Fossanes er nýggja liðið í meistaradeidini hjá kvinnum. Tað er torført hjá nýggjum liðum at standa seg í kappingini í meistaradeildini, og so verður eisini hjá Fossanesi. Mist nógv Í TB er støðan ikki so góð, tí fleiri av leikarunum eru ikki við í ár. Dysturin var eisini merktur av, at bæði liðini eru ung. Villurnar vóru rættiliga nógvar, og sum heild var dysturin ikki nakað at reypa av. TB læt tó ongan iva vera um, at tær vóru betra liðið, men Fossanes varð ikki avbukað. Venjari hjá Fossanesi er Jón Kári Frederiksen. Hann hevur drúgvar royndir í flogbólti. Leiakrarnir á liðnum hjá Fossanesi eru ungir, og tí er einki at ivast í, at nógv kann koma burtur úr samarbeiðnum. Hetta kappingarárið verður tó ógvuliga hart og helst ein bardagi um ikki at enda aftast. Magnus Tausen - jakup@sosialurin.fo Dráttur vann lættliga Flogbóltur, kvinnur: Nýggi venjarin hjá Drátti er avgjørt ein styrkur fyri liðið Dráttur - Fleyr 3 - 0 25-17, 25-22, 25-12 Dráttur hevur rættiliga brynjað seg til hetta kappingarárið. Nú skal tað vera, at Dráttur verður føroyameistari. Manningin er nógv tann sama sum seinasta kappingarár, men stóri munurin er Marina Popovic. Marina er venjari hjá Drátti, og hon spælir eisini við. Hon er 21 ára gomul og kemur úr Bosnia. At hon hevur spælt við góðum fólki sæst skjótt, tí hon roynist sera væl. Slær hart og væl, men dugir eisini væl at fylgja við, hvar best er at sláa, og hon dugir væl at stýra spælinum. Stórur munur Fleyr, sum seinastu kappingarárini ikki hevur fingið tað heilt stóra burturúr, byrjaði hetta kappingarárið illa. Liðið kom ongantíð rættiliga fyri seg í dystinum ímóti Drátti, og skilligt er, at nógv má til, áðrenn hetta Fleyrliðið er við í oddastríðnum. Her skal tó havast í huga, at hetta var fyrsti dysturin í kappingini, og tí er sjálvandi alt ov tíðliga at siga hvør fer at vinna og hvør ikki. Dysturin var deydligur, og bæði liðini gjørdu nógv mistøk. Dráttur spældi rættiliga væl í 1. setti, men sum dystinum leið, viknaði spælið nakað. Fleyr var rættiliga væl við tvey tey fyrstu settini, og serliga í 2. setti stóðu tær seg væl. Eftir hetta var allur ivi um úrslitið burtur, tí Dráttur streyk avstað í 3. setti. Tær fingu 7 servur á rað beinanveg, hildu hesa leiðsluna og so var dysturin avgjørdur. Magnus Tausen - jakup@sosialurin.fo Lætt hjá Mjølnir Flogbóltur, kvinnur: ÍF fekk lítið og einki gjørt við meistaraliðið Magnus Tausen ÍF - Mjølnir 0 - 3 11-25, 21-25, 21-25 Meistaraliðið úr Klaksvík hevur seinastu árini verið einaráðandi í føroyskum kvinnuflogbólti. Mjølnir hevur vunnið mestsum alt, og aftur í ár er liðið væl fyri. Sá lætt út Í dystinum ímóti ÍF gjørdu kvinnurnar í Mjølni ikki so nógv burturúr. Grundspælið er trygt, og tí ger liðið mestsum ongar villur. Á liðnum eru góðir smasharar, og Marjun Kalsø stýrir øllum væl. Hjá ÍF var uppgávan tí ógvuliga torfør. Á liðnum eru somu leikarar sum seinasta kappingarár, men ov lítið hevur eftir øllum at døma verið vant, tí liðið er ikki samanspælt, og nógvar villur vórðu gjørdar í dystinum. Færri mistøk Í 1. setti riggaði als einki hjá ÍF, og Mjølnir skuldi mestsum einki gera fyri at vinna. Hetta var ein av teimum dystunum, sum ikki eru serliga áhugaverdir at hyggja at, tí ferðin var alt ov lítil. Tey bæði seinnu settini vóru nógv javnari, og liðini fylgdust upp í 20. Tá kom munurin á liðunum til sjóndar, tí nú gjørdi ÍF mistøk, men Mjølnir helt á. Mjølnirkvinnurnar vístu ikki meistaraspæl, men tað var nú heldur ikki neyðugt. Aftur í ár er tað Mjølnir, øll hini liðini skulu royna at koppa. Tað megnaði Dráttur í FK-kappingini, og tí er vón hjá hinum liðunum eisini. Spennandi verður at síggja hvussu fer at gangast, tá ið Dráttur og Mjølnir hittast fyrstu ferð. Tað verður longu nú leygardagin í Klaksvík. Nógv bendir á, at hesi liðini fara at togast um meistaraheitið. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Tvey sekund á vøllinum Álopsspælarin, Lee Todd, sum spælir við Cross Farm Celtic í skotsku amatørdeildini, varð um vikuskiftið rikin av vølli, bert tvey sekund eftir at dysturin varð blástur ígongd. Dómarin, Peter Keartes, blásti dystin í gongd, og Todd hevði hesa viðmerking til floytingarlag hansara. Fuck me, that was loud. Dómarin steðgaði tí dystinum og gav honum reyða kortið. Eftir dystin segði Todd seg vera skelkaðan um tilburðin, og helt annars, at hetta var heilt ótrúligt. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo OB tapti á heimavølli FC Midtjylland er nú fremst í superliguni. Næstu ferð skulu teir spæla ímóti FCK, har Harald Brattbakk er misnøgdur við at sita á beinkinum Fyrrakvøldið tapti OB 2-1 á heimavølli ímóti nýgga liðnum í superliguni, FC Midtjylland ella FCM, sum tað verður rópt í Danmark. Føroyski landsliðsspælarin, Johan B. Hansen, var á OB liðnum allar 90 minuttirnar. OB var í 3-5-2 uppstilling, og Johan var í høgra borði í verjuni. FCM kom á odda í 9. minutti. OB málverjin, Jesper Christiansen, hálvbjargaði einari skotroynd. John B. Hansen var fyrstur á returbóltinum, sum hann royndi at sparka burtur úr vandastøðuni. Ólukkutíð fyri Johan og OB, so rakti bólturin í stóra FCM álopsmannin, Mogens Laursen, sum úr stuttari fjarstøðu so at siga taklaði bóltin inn um málstrikuna. OB hevði bóltin mesta partin av tíðini, men teir megnaðu ikki at spæla seg til serliga stórar málmøguleikar. Níggju minuttir eftir hvíldina økti FCM um leiðsluna, og so var tað rættiliga torført hjá OB, sum royndi at leggja uppaftur størri trýst á, og sum tískil gjørdist uppaftur tynnri í verjupartinum. Thomas Thomasberg skoraði eitt flott mál til 2-0. Hann sneiddi framvið einum og sendi ímillum beinini á einum øðrum verjuspælara. Tað restaðu seytjan minuttir, tá OB minkaði um munin. Søren Andersen, sum áður hevur verið yrkisspælari uttanlands, sneiddi fleiri av sær í vinstru, áðrenn hann setti bóltin í netið. Síðstu løtuna trýsti OB sera nógv. Teir høvdu tveir stórar møguleikar, men teir fingu ikki mál, og harvið gjørdist úrslitið tað sama, sum tað var, tá liðini hittust fyrr í summar. Toppdystur og bonkarendin Hetta er fyrsta árið, at FCM, sum er ein samanrenning av Ikast og Herning, roynir seg í bestu deildini. Eftir tólv umfør eru teir fyri fyrstu ferð á odda í superliguni. Komandi sunnudag skulu teir á heimavølli spæla ímóti FCK. Felagið hjá Toda Jónsson er á fjórða plássi, men tað er lítil munur á. FCM hevur 24 stig, og FCK hevur 23 stig. Tað vil siga, at talan verður um rættiligan toppdyst. FCK hevur ikki tapt síðani 20. august. Tað eru nógvir um boðið í FCK. Bara ellivu kunnu vera á liðnum hvørja ferð, og tað hevur við sær, at spælarar, sum halda seg vera skikkaðar til besta liðið, mugu finna seg í at sita á beinkinum. Tá FCK sunnudagin vann 4-0 á AGF, var norski álopsmaðurin, Harald Brattbakk, mesta partin av tíðini á beinkinum. Hann hevur eina privata heimasíðu, og har hevur hann í vikuni givið til kennar, at hann heldur, at tað var synd bæði fyri hann og FCK, at hann ikki taldist millum teir fyrstu ellivu. Harvið verður hann í donskum fjølmiðlum sagdur óbeinleiðis at finnast at FCK venjaranum, Roy Hodgson. Hevði eg verið 20 ár, so hevði tað verið lættari at funnið seg í at sita á beinkinum, enn tað er, nú eg eri 29 ára gamal, sigur norðmaðurin. Hann kappast við Pascal Simpson um eitt pláss í álopinum. Stóri sviin skoraði sunnudagin, og tað hevur neyvan styrkt um møguleikarnar hjá Brattbakk. Todi Jónsson skoraði tvey mál sunnudagin. Hann venur nú saman við hinum í FCK, og tað er einki at ivast í, at hann verður á miðvøllinum í vinstru í toppdystinum sunnudagin. Sunnudagin skal OB spæla á útivølli ímóti Jákupi Mikkelsen og Herfølge. AGF og Óli Johannesen fáa sunnudagin vitjan av Lyngby, sum er næstfremst í superliguni. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Henning fer til B1913 Vil heldur stríðast fyri plássi í 1. deild, enn at spæla á Danmarksseriuliðnum hjá superligufelagnum OB Henning Jarnskor er í hesi vikuni farin at venja við B1913. Í síðstu viku vandi hann við superligu liðnum hjá OB. Tað gjørdi hann fyri at fáa staðfest, um hann hevði nakrar møguleikar at gera seg galdandi í superliguni: Troels Bech, venjarin hjá OB, segði fríggjadagin, at í fyrstu atløgu kundu teir ikki bjóða mær sáttmála. Teir í OB bjóðaðu mær at halda fram at venja við superligu liðnum, bæði fyrrapartar og seinnapartar. Í fyrstu atløgu skuldi eg spæla við næstbesta liðnum, sum er í Danmarksseriuni. Um eg stóð meg væl har, so hevði eg havt møguleikar at spælt meg upp á besta liðið. Um tað hevði eydnast, so søgdu teir seg vilja umhugsað sáttmálaspurningin. Hetta sigur Henning Jarnskor, sum framvegis er staddur í Danmark. Hann hevur gjørt av at royna seg í B1913, har hann vitjaði nakrar ferðir fyrr í heyst. Besta liðið hjá teimum er í næstbestu deildini, og Henning heldur ikki, at tað er óhugsandi, at hann kann vinna sær pláss á besta liðnum: Teir eru amatørar. Tá eg ikki fái pengar fyri at spæla fótbólt í OB, so verður neyðugt at hava arbeiði við síðuna av fótbóltinum. Tí fer ikki at bera til at venja fyrrapartar. Um tað fer at eydnast at stríða meg til pláss á besta liðnum hjá B1913, sum bara venur eftir arbeiðstíð, so er betri møguleiki at koma longri, enn tað er á seriuliðnum ha OB. Feløgini fylgja væl við, hvat gongur fyri seg, sigur Henning Jarnskor, sum í fyrsta umfari hevur gjørt av at vera í Danmark inntil tað aftur verður farið undir fótbóltskappingarnar heima á landi. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Súni flúgvandi í Hollandi Eftir at hann hevði skorað trý mál á næstbesta liðnum, fekk gøtumaðurin sunnudagin ein tíma á besta liðnum Tað gongur við tí rúkandi ferð hjá Súna Olsen, sum er í Hollandi. Fyri nøkrum vikum síðani skrivaði hann sáttmála við FC Zwolle í næstbestu hollendsku deildini. Sáttmálin er galdandi fram til ársenda 2001, og tá Súni fyri einum lítlum mánaði síðani fór úr Føroyum mundi tað neyvan vera nakar, sum roknaði við, at hann beinanvegin skuldi gera seg galdandi í fremstu røð. Men Súni hevur verið sum ein annar flúgvandi hollendari. Fyrst spældi hann á næstbesta liðnum, og har gekk tað sum eftir ánni. Súni skoraði trý mál og legði upp til tvey. Tað hevði við sær, at venjarin undan dystinum á útivølli sunnudagin gjørdi av at hava unga gøtumannin við í ferðalagnum hjá besta liðnum. Súni skuldi sita á beinkinum. Men tað vóru bara tíggju minuttir farnir, tá hann slapp inn á vøllin at royna seg. Ein av miðvallarunum varð skaddur, og venjarin gjørdi av at seta Súna Olsen á vøllin. Sambært hollendskum upplýsingum royndist Súni hampuliga væl, men tað var týðuligt, at hann ikki er í somu venjingarstøðu, sum hinir á liðnum eru. Hetta hevði við sær, at venjarin gjørdi av at skifta Súna út aftur í 69. minutti. Tá var hann púra lúgvaður. FC Zwolle spældi á útivølli ímóti Dordrecht, sum vann 2-1. Teir komu á odda við brotssparki í 65. minutti. Í 82. minutti øktu teir til 2-0, og í yvirtíðini minkaði FC Zwolle um munin við brotssparki. Zwolle er á fjórða plássi í næstbestu hollendsku deildini. Hollendskur fótbóltur er áhugaverdur og væl kendur um allan knøttin. Men áskoðaratalið tykist ikki altíð vera so høgt í næstbestu deildini. Sunnudagin hugdu 1500 fólk at Súna Olsen og teimum. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt lágtrýst, 963 hPa. í útsynning úr Íslandi fer í landnyrðing og grynnist. Brúgvalagið haðani til Føroya fer norðureftir. Lágtrýstið yvir Íslandi grynnist og lágtrýstið í í útsynning úr Írlandi fer í landnyrðing og verður væntandi við Føroyar leygardagin. Veðrið í dag: Hvassur vindur ella skrið av útsynningi og ælingur, men eisini onkur sólglotti. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið fríggjadagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, um kvøldið snarar hann í landsynning. Sólglottar, men seinnapartin regn eitt skifti. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið leygardagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og eystri og stundum regn. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið sunnudagin: Hvassur vindur av landsynningi og suðri og stundum regn. Hitin um 10 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 963 hPa. í útsynning úr Íslandi fer í landnyrðing og grynnist. Brúgvalagið haðani til Føroya fer norðureftir. Í dag: Lágtrýstið yvir Íslandi grynnist og lágtrýstið í í útsynning úr Írlandi fer í landnyrðing og verður væntandi við Føroyar leygardagin. Sangskúli Føroya At íslendingar eru eitt syngjandi fólk, vita øll, sum hava havt samband við grannatjóð okkara fyri vestan. Ikki minst hugtiknir hava føroyingar verið av teim manskórum, sum hava vitjað hendavegin, og nøvn sum Stefan Islandi, Guðmundur Jónsson og so mong onnur hava verið sanghugaðum fólki her kunnug. Men tað er í seinni árum, at sanglívið, fyrst og fremst í Reykjavík, men so við og við eisini úti um alt Ísland, rættiliga hevur tikið dik á seg. Orsøkin til hesa menning var stovnanin av Sangskúlanum í Reykjavík og um sama mundið fyri fjórðingsøld síðan av Óperu Íslands. Eyðsæð er, at slík megnarstig hvíla á fleiri herðum; men tað er ikki at taka nakað frá nøkrum at nevna tvey nøvn burturúr: Ólöf Kolbrún Harðardóttir og Garðar Cortes. Ikki bert hava tey bæði skarað framúr sum sangarar á altjóða stigi, men hava eisini lagt lív og sál í hetta at menna og skapa gróðrarlíkindi fyri framkomnum sanglívi í heimlandinum. Nú er tað so heppið, at hesi bæði listafólkini hava fingið tokka til Føroya land og fólk og eru sinnað við støði í teirra royndum og førleika at leggja orku í at hjálpa okkum at fáa í lag føroyskan sangskúla eftir íslendskum mynstri og í fyrsta umfari sum deild av teirra virksemi í Reykjavík. hvønn týdning og hvønn íblástur eitt slíkt stig kann fáa fyri tey sangevni og tann sanghug, sum búgva í okkara fólki, er lætt at ímynda sær. Ólöf og Garðar hava havt tvey sangskeið saman frammanundan, og skeiðið nú 8.-15. november er fyrst og fremst ætlað næmingum, sum eru sinnaðir at taka við einum veruligum sangskúlatilboð eftir nýggjár, sum við 4-5 lærarum og undirvísing í sangi, hoyrilæru og tónleikakunning er ætlað at hava í trimum skeiðumførum fram móti summarfrí næsta ár. Skeiðtilboðið hesaferð er einatímar ella tvey og tvey saman um tíman, og verður tá mælt til 3 ferðir hálvan tíma yvir vikuna. Eisini kunnu upp til 5 næmingar vera saman um tímar í raddarvenjing, eitt tilboð mest til tey ungu í 14-18 ára aldri. Leygardagin og sunnudagin seinnapartar 11. og 12. november verður kórsangur, har álagt verður øllum sangnæmingunum at verða við. Kostnaður: 250 kr. um tíman at býta eftir luttakaratali og harafturat 100 kr. fyri kórsangin báðar dagarnar. Undirvísingarstøð: Tórshavnar Musikkskúli á Frúutrøð fyrrapartar og barakkirnar niðan fyri gamla Realskúlan seinnapartar og kvøld. Kórsangurin verður í Kommunuskúlahøllini. Undirvísingartíðir: 10.00-13.00, 14.30-18.00, og um kvøldini eftir kl. 20.00 verður sangundirvísing ella samsangur eftir tørvi. Tað eru enn pláss til nýggjar næmingar. Meldið tykkum hjá Petru Iversen í Kvívík og tá helst gjøgnum teldupost - adressa: petra@post.olivant.fo - í seinasta lagi mánadagin 30. oktober. Skeiðsgjaldið sambært tí tímatali, sum avtala verður gjørd við Petru um, verður innan skeiðið at flyta á konto í Føroya Sparikassa nr. 9181 130 292 4. Ólavur Hátún og Petra Iversen Tíðindaskriv Verkætlan um greiðari viðurskifti millum land og kommunur Løgmaður hevur avgjørt, at tað framhaldandi arbeiðið við at umskipa viðurskiftini millum land og kommunur verður skipað sum ein verkætlan. Endamálið við verkætlanini er eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Verkætlanin verður framd í tveimum umførum. Fyrsta umfar Fyrsta umfar er við støði í kommunuálitinum at staðfesta og raðfesta økini innan hvørt einstakt aðalstýri, har uppgávu- og ábyrgdarbýtið skal gerast greiðari. Til hetta endamál verður settur ein arbeiðsbólkur undir leiðslu av Løgmansskrivstovuni. Limir í arbeiðsbólkinum eru umframt Løgmannsskrivstovuna, eitt umboð fyri hvørt av kommunufeløgunum og eitt umboð fyri avvarðandi aðalstýri. Bólkurin verður skipaður soleiðis, at Løgmannsskrivstovan og umboðini fyri kommunufeløgini verða kjarnan meðan umboðini fyri aðalstýrini eru við, tá staðfest og raðfest verður innan økið hjá teirra aðalstýri. Annað umfar Annað umfar er við støði í raðfestingini, ið er staðfest, í fyrsta umfari at seta arbeiðsbólkar at arbeiða við teimum økjum, ið eru raðfest fyrst. Samansetingin av arbeiðsbólkunum er tann sama, tó soleiðis at arbeiðsbólkarnir verða víðkaðir soleiðis, at áhugabólkar á teimum ymsu økjunum eisini eru umboðaðir. Tíðarætlan Fyrsta umfar skal vera liðugt hálvan november. Við støði í úrslitinum av fyrsta umfari verður gjørd ein samlað tíðarætlan fyri annað umfar, ið byrjar skjótast gjørligt aftan á hálvan november. Tinganes 17. oktober 2000 Løgmansskrivstovan 1000 ár síðan Jesus kom til Føroyar Í sambandi við fagnaðarárið Føroyar kristnar í 1000 ár hevur Undirvísingar og Mentamálastýrið givið út eina fløgu og eina kirkjusøguliga plakat til tann føroyska fólkaskúlan Fyrr í ár vóru nakrir fólkaskúlalærarar námsferð í Ísrael, og frá hesari ferð er gjørd ein myndarøð. Myndarøðin er nú skipað á fløgu saman við teksti og ljóði, ið sýnir eina ferð í Jesusar fótafetum. Endamálið við fløguni er at kunna skúlanæmingar um tey støð, har kristindómurin hevur sín uppruna. Við ljósvørpu kann myndarøðin verða nýtt í felagsundirvísing, men kann eisini verða nýtt sum einstaklingsundirvísing, har næmingurin sjálvur situr við telduna og leitar ígjøgnum tilfarið. Kirkjusøguliga plakatin er gjørd við tí fyri eyga at geva næmingunum eina kenslu av tíðarfestingini av teimum ymisku søguligu stórhendingunum frá ár 0 til ár 2000. Á plakatini eru myndir við teksti og einari tíðarlinju. Ætlanin er, at allir fólkaskúlar í landinum fáa hvør sína fløgu ókeypis, og at hvør skúlaflokkur fær eina kirkjusøguliga plakat. Tilfarið verður skúlunum í hendi, áðrenn evnisvikan >>1000 ára hald<< byrjar í dag. Tvær føroyskar reklamufyritøkur hava staðið fyri arbeiðnum í hesum sambandi - Repro Z hevur gjørt fløguna, meðan Team 85 hevur gjørt plakatina. Tíðindaskriv frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum Boðað verður við hesum frá, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sett Susonnu Høgh Olesen av Tvøroyri í starv sum deildarleiðari fyri almanna- og heilsuútbúgvingarnar frá 1. januar 2001 at rokna. Susanne Høgh Olesen er 42 ára gomul. Í 1980 tók hon prógv sum sjúkrahjálpari á Frederiksborg Amts sjúkrahjálparaskúla, og í 1994 tók hon prógv sum sjúkrasystir á Frederiksborg Sjúkrasystraskúla. Umframt hetta hevur hon tikið ymisk skeið innan sjúkrarøktarøkið. Susanne Høgh Olesen hevur starvast sum sjúkrahjálpari í 16 ár, og sum sjúkrasystir tey síðstu trý árini, harav tað síðsta árið hevur verið á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi. Hon hevur verið við í ymsikum verkætlanararbeiði innan sjúkrarøktarøkið, og hevur verið virkin innan ymiskt felagsarbeiði á skúlaøkinum, so sum sitið í skúlastýrinum. Susanne Høgh Olesen hevur harafturat undirvíst sjúkrahjálparum og sjúkrahjálparanæmingum í 11 ár. Eystankórið byrjar venjingar sínar aftur nú hóskvøldið Í kvøld, 19. okt. kl. 20 byrjar Eystankórið aftur venjingar sínar í Glyvra Skúla undir leiðslu av Símun Nónklett. Umframt føroyskar og útlendskar sangir fer kórið undir venjingar av verkinum Blest pair of Sirens av C. Hubert H. Parry og Milton, sum ætlanin er at framføra í Fríðrikskirkjuni í febr. ella mars næsta ár. Í tí sambandinum hevur kórið tørv á royndum sangarum, bæði altum, sopranum, tenorum og bassum. Síðsta vikuskifti í okt. er ætlanin at hava konsert saman við Ljómi og Vestmanna Sangkóri í Vágs kirkju. Eisini verða gjørdar fyrireikingar til eina noregsferð í juni at vitja kórið Oster Blandakor, sum var og vitjaði Eystankórið í summar. Nýggir sangarar, sum hava hug at vera við í kórinum, eru vælkomnir. Møtið upp nú hóskvøldið í Glyvra Skúla. Vilja hava fleiri urguspælarara Frá Felagnum fyri kirkjuráðslimir Í kirkju okkara kunnu vit gleðast um arbeiðið, sum allir kirkjutænarar gera í trúfesti, ár út og ár inn. Fyri at henda tænasta ikki skal vera alt ov bindandi fyri tann einstaka, verður mangastaðni roynt at finna fleiri at røkja hana. Men at spæla urgu krevur førleika, sum ikki er líka vanligur millum manna, sum neyðugi førleikin at vera klokkari ella deknur. Tí hevur ofta verið serliga torført at finna urguleikara. Eisini á hesum øki er nú vón fyri stavn. Summastaðni hava kvøldskúlar í nøkur ár havt undirvísing í urguspæli, eitt nú í Havn og á Tvøroyri, men í samstarvi við kvøldskúlarnar kring landið hevur tað í ár verið møguligt at skipa skeið í urguspæli at kalla um alt landið: Norðuroyggjar: Jóhanna Johannesen, Klaksvík Eysturoy: Heðin Kambsdal, Fuglafirði Streymoy: Oddvør Johannesen, Tórshavn Vágar: Martin Pollard, Sandavági Sandoy: Wilhelmina Larsen, Dali Suðuroy: Jens Mortan Mortensen, Hvalba Nú er tað vón okkara, at bæði verandi urguleikarar, sum meta seg at hava tørv ella nyttu av tí, nýta høvið at gerast enn betur, og onnur áhugað fyri urguspæli og kirkjutónleiki somuleiðis halda seg framat. Hjá mongum - ikki minst skúlaungdómi ella lærlingum, sum ynskja at taka lut - kunnu ferðaútreiðslur í sambandi við undirvísing ella luttøkugjald kennast sum týðandi eykaútreiðsla. Í slíkum føri hava kirkjuráðini høvi at hjálpa næmingum, sum taka lut við kirkjuspæli fyri eyga. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Molin verður handaður Pihl & Søn er liðugt við arbeiðið at breiðka molan, og í dag verður arbeiðið handað umboðum frá býráðnum og Tórshavnar Havn, sum hava goldið hvør sín helming av kostnaðinum Arbeiðsfólk frá Pihl & Søn hava seinastu mánaðirnar arbeitt við at breiðka molan í Havn. Hetta arbeiðið er nú liðugt, og seinastu maskinurnar eru rullaðar av staðnum, og arbeiðsfólkið hevur pakkað saman. Enn er asfalt ikki lagt á nýggja økið av molanum, men tað var heldur ikki við í tilboðnum. Avtala er gjørd við Landsverkfrøðingin um at asfaltera økið. Tað, sum enn liggur á láni, er, at umboð frá býráðnum og Tórshavnar Havn skulu kanna arbeiðið nærri og tryggja sær, at alt er væl úr hondum greitt. Hetta verður væntandi eingin trupulleiki, og arbeiðið verður óivað góðkent. Tað er Tórfinn Smidt, sum er formaður í Havnarnevndini hjá býráðnum, sum á samkomu í morgin alment skal taka ímóti arbeiðnum. Enn er ikki heilt greitt, hvør kostnaðurin verður, tí arbeiðið við tølunum er ikki heilt liðugt enn. Kostnaðurin fer at liggja um 40 milliónir krónur, men tað tað neyva talið er ikki klárt enn. Arbeiðið fevnir um eini 15.000 fermetrar av nýggjum bryggjuøki. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Nýggi Mentanargrunnurin farin til verka Nývalda nevndin í Mentanargrunni Landsins hevði sín fyrsta fund týsdagin. Hetta var ein óformligur fundur, men fyrsti fundurin eftir nýggju kunngerðina Mentanargrunnur Landsins er komin ístaðin fyri Mentunargrunn Føroya Løgtings, sum nú er avtikin. Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum hevur tilnevnt nýstovnaða grunninum fimm nýggjar nevndarlimir Teir føstu limirnir eru Rói Paturson, sum er formaður, næstformaður er Hanus undir Leitinum, meðan Urd Johannesen, Kirsten Brix og Eyðun Johannessen eru vanligir limir. Eftir gomlu kunngerðini vórðu tríggir limir valdir av Løgtinginum, ein av Landsstýrinum og ein varð valdur av Listafólkasambandi Føroya, men nú verða allir valdir av landsstýrismanninum. Varalimirnir í nýggju nevndini eru Marianna Debes Dahl, Brandur Øssurson, Elin Súsanna Jacobsen, Marjun Berg og Birgir Kruse. Býta út í næstu viku Fundurin týsdagin var bara ein óformligur fundur, har nevndin umframt varalimirnir vórðu savnað. Eingin stór avgerð varð tikin á hesum fundi, men nøkur smáting skuldu fáast uppá pláss, áðrenn farast kann til verka av álvara. Tey arbeiða undir eini nýggjari kunngerð, sum varð kunngjørd 21. september í ár og varð sett í gildi dagin eftir. Nevndin er eisini nýggj og skal leggja seg til rættis fyrst. Til fundin í næstu viku eru 26 umsóknir komnar nevndini í hendi, og tá verður avgjørt, hvørjar umsóknir verða gingnar á møti, og hvørjar verða lagdar til viks. Paulivar Andreasen, sum hevur verið skrivari í nevndini í fleiri ár, sigur, at vanligt er, at eini 10-15% av umsóknunum fáa avslag, meðan øll restin fær pening játtaðan. Eftir nýggju kunngerðini skal ein tíðarfreist fyri umsóknir setast. Henda tíðarfreist er ikki lýst enn, men hetta verður tikið upp á næsta fundinum týsdagin. Fyrr varð arbeitt soleiðis, at nevndin hevði seks fundir um árið, og tá varð støða tikin til tær umsóknir, sum vórðu komnar inn síðan seinast fund. Paulivar Andreasen sigur, at í fjør komu 240 umsóknir inn, og tað eru 40 til hvønn fundin. Játtanin í ár hevur verið 2,5 milliónir krónur, og hon hevur verið spakuliga vaksandi seinastu árini. Í kreppuárunum varð skorin ein hálv millión av. Peningur verður játtaður Mentanargrunni Landsins á fíggjarløgtingslógini. Nevndin umsitur sjálvstøðugt játtanina og aðrar inntøkur, og ger sjálv av, hvussu nógvar starvslønir verða latnar um árið. Hann heldur ikki, at arbeiðsgongdin má broytast nógv, nú nýggj kunngerð er sett í gildi. Paulivar hevur avgreiðsluna um hendi, og hon verður nakað tann sama sum áður, men tó eru nakrar broytingar. Skulu menna mentanarlívið Nevndin kann játta listafólkum starvsløn upp til trý ár. Eisini kunnu tvær starvslønir verða latnar, sum eru galdandi í eitt ár. Til ber eisini hjá nevndini at lata starvslønir niður í ein mánað. Ein starvsløn svarar til eina læraraløn í fólkaskúlanum á lønarstigi 21, stig 1. Eftir gomlu kunngerðini kundi nevndin ikki lata starvsløn í meira enn tveir mánaðir, men um serligar umstøður talaður fyri tí, kundi starvslønin verða galdandi í fýra mánaðir. Eftir nýggju kunngerðini hevur nevndin sostatt fingið víðari ræsur at lata listafólki stuðul. Paragraf 4 í nýggju kunngerðini sigur, at "endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði". Umframt starvslønir kann grunnurin eisini stuðla bóka- og fløguútgávum, men hægst 30% av útgávukostnaðinum. Nevndin kann lata íverksetanarstuðul, sum serliga er ætlaður ungum listafólkum, og stuðul til ymiskar verkætlanir. Allar umsóknirnar skulu lúka ávísar treytir, ið settar verða, og tey, sum fáa stuðul, skulu lata nevndini roknskap og fráfreiðing, tá tiltakið er av. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Nú standa vit sterkari tá ið vit skulu verja grindadráp Umrøðan av grindadrápinum í Fólkatinginum er eitt óvæntað úrslit av vitjanini hjá Paul Watson í Føroyum, heldur Justines Olsen, djóralækni, sum hevur gjørt nógv fyri at bøta um grindadrápið Umrøðan, sum danska Fólkatingið herfyri gav grindadrápi hevur sera stóran týdning fyri føroyingar. Tað heldur Justines Olsen, djóralækani. Í nógv ár hevur hann verið undangongumaður í arbeiðnum at bøta um drápsháttin. Og hann heldur, at tá ið vit skulu verja grindadrápið, styrkir tað munandi um støðu úteftir, at so mætir og viðurkendir menn sum Peter Sandøe halda, at tað er ongin orsøk til at finnast at grindadrápi útfrá einum siðsemiligum sjónarmiði. Tað var í kjalarvørrinum á vitjanini hjá tiltikna umhvørvisverndarmanninum. Paul Watson í Føroyum í summar, at danski fólkatingslimurin, Aase D. Madsen úr Dansk Folkeparti, reisti málið á fólkatingið, sum vit hava greitt frá á síðu 5. Hetta var so ein óvæntaður eykavinningur, sum vit fingu burturúr vitjanini hjá Paul Watson. Og hetta var eitt av teimum fáu úrslitunum, sum vit kunnu takka honum fyri, heldur Justines Olsen. At so Dansk Folkeparti tekur málið upp, er eitt úrslit av eini grein, sum Trygvi Johansen á føroysku viðskiftastovuni skrivaði í Jyllandsposten í juli í summar, har hann vardi rætt okkara at drepa grind. Stóran týdning Hann vísir á, at m.a. Peter Sandøe er ein viðurkendur serfrøðingur á økinum. Og eg haldi, at tað hevur stóran týdning fyri okkum, at ein maður sum hann ikki heldur, at tað er nøkur orsøk til at finnast grindadrápið útfrá einum siðsemiligum sjónarmiði. Hann vísir eisini á, at danska djóraverndarfelagið hevur nøkur fyrivarni fyri grindadrápið og kann ikki taka undir við tí av tí at ávís krøv ikki vera uppfylt. Eitt nú vilja teir ikki góðtaka hvalváknið og krókin, og at hvalur verður dripin frá báti. Men hvalváknið er bannað og tað er bara í heilt serligum førum, at hvalur verður dripin frá báti og at tað er loyvt at brúka krók. So at siga tað einasta, sum danska djóraverndarfelagipð hevur eftir at finnast at, er, at hvalurin verður strongdur, tá ið hann verður rikin í drápið. Men í veruleikanum er tað ongin, sum veit nakað sum helst um hetta, sigur Justines Olsen. Hann sigur, at av tí, sum donsku serfrøðingarnir siga, framgongur, at tað er onki alternativ til drápsháttin, sum vit nú brúka. Teir vísa eisini aftur, at grindadráp kann samanberast við tað, sum fer fram á einum sáturvirki. Tað er annars vanligt at samanbera avlíving av hvali við avlíving av einum dýri á einum sláturhúsi. Men nú eru so hesir donsku serfrøðingarnir samdir við okkum um, at tað ber ikki til. Tí heldur hann samanumtikið, at umrøðan í danska Fólkatinginum hevur styrkt okkara støðu úteftir. Men støðan hjá donsku serfrøðingunum til grindadráp hevur eisini gjørt tað nógv lættari at samskifta við útheimin um grindadráp - í hvussu so er við danir. Og ikki minst tað heldur hann hevur stóran týdning, tí tað er mest í donskum bløðum, at grindadráp verður viðgjørt. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Grindadráp til umrøðu í danska Fólkatinginum Tað er ongin orsøk til at finnast at grindadrápi útfrá einum siðsemiligum sjónarmiði, sigur formaðurin í danska djórasiðsemiráðnum Grindadráp í Føroyum kann ikki samanberast við tað, sum fer fram á einum donskum sláturvirki. Men í Føroyum er nógv gjørt fyri at bøta um grindadrápi. Tað eru danskir djóraserfrøðingar samdir um. Spurningurin um grindadráp hevur aftur verið til umrøðu í Danmark. Men hesuferð hevur umrøðan verið á hægsta stigi - í sjálvum Fólkatinginum. Málið tók seg upp herfyri, tá ið fólkatingslimurin, Aase D. Madsen úr Dansk Folkeparti, vildi hava Frank Jensen, lógmálaráðharra, at svara nøkrum spurningum um grindadráp. Fólkatingslimurin vildi hava at vita, um tað bar til hjá lógmálaráðharranum at vátta, at føroyingar hava bøtt um grindadrápið tey seinastu árini. Hon vildi eisini hava at vita, um drápshátturin nú kundi samanberast við mátan, sum stór djór vórðu dripin uppá á donskum sláturvirkjum. Og at enda spyr hon um eisini djóralæknar, granskarar og djórasiðseminevndin góðtaka grindadráp, soleiðis sum tað nú fer fram. Í einum rættiliga drúgvum svari hevur lógmálaráðharrin biðið Føroya Landsstýrið um eina frágreiðing. Men harumframt hevur hann eisini biðið danska Djóraverndarfelagið, danska Djóralæknafelagið og djórafrøðingin, Karl Kinze á danska Djórasavninum siga sína meining um grindadráp At enda bað hann Christinu Lockyer frá fiskirannsóknarstovuni, siga sína meining um grindadráp. Men hvørki hon, ella Djóralæknafelagið hava svarað. Drápið nógv batnað Allir teir tríggir serfrøðingarnir, sum hava svarað, eru á einum máli um, at grindadráp kann ikki samannerast við støðuna á einum donskum sláturvirki. Teir halda, at grindadráp eigur heldur at samanberast við veiði. Danska Djórasiðseminevndin hevur ikki viðgjørt grindadráp. Men formaðurin í felagnum, Peter Sandøe, granskingarprofessari, vísir á, at tey seinastu árini er nógv gjørt fyri at bøta um grindadrápið. Bæði skulu hvalvágir góðkennast og tær verða hildnar viðlíka. Samtundis er hvalváknið bannað og ein nýggjur grindakrókur er mentur Annars heldur hann, at grindadráp skal samanberast við veiði og tað kann ikki samanberast við tað, sum fer fram á einum sláturvirki . Slátridjór verða ald og kunnu flytast á sláturvirki og verða dripin undir skipaðum umstøðum. Hinvegin verða hvalirnir fangaðir livandi og síðani dripnir. Men tað merkir eisini, at trupulleikin við lamskotnum djórum ikki kann samanberast við vanliga veiði. Hann vísir eisini á, at grindahvalur er ikki eitt hótt djóraslag. Hann sigur eisini, at verður rætt atborið, tykist drápshátturin at vera rættiliga effektivur. Í hesum sambandi vísir Frank Jensen, lógmálaráðharri, á, at nýggjar kanningar hava víst, at heilin á hvali fær blóð ígjøgnum æðrar, sum liggja tætt rundanum mønuna og ikki ígjøgnum pulsæðrar í hálsinum. Tí er mønustingurin als ikki ein so ómenniskjansligur drápsháttur, sum nógv hava hildið, tí samstundis verða blóðæðrarnar til heilan skornar av, og hvalurin missir tí vitið við tað sama og følir tí heldur ikki pínu. Formaðurin í djórasiðseminevndini sigur, at í grundregluni kann grindadráp samanberast við at slakta eftir tí serliga jødiska og muslimska mátanum. Men tveir høvuðsmunur eru kortini mótvegis átrúnaðarligum slakti, tí har verður dýrið dripið í eini handavending við einum einasta skurði. Men tá ið hvalur skal skerast á háls, kann tað verða neyðugt at skera longri og at skera fleiri ferðir, áðrenn lívið fæst av honum. Samanumtikið heldur hann, at enn meiri kann gerast fyri at bøta um grindadrápið, eitt nú við at læra fólk at skera á háls. Men tað kann eisini bøtast nógv um mátan, sum danir brúka djór uppá. Útfrá einum djórasiðsemiligari áskoðan, haldi eg, at gongdin í Føroyum er sera positiv, har grindamenn sjálvir royna at bøta um drápsháttin og at gera hann tíðarhóskandi. Eg haldi ikki, at tað er nakar serligur munur á grindadrápi og øðrum, góðtakiligum brúki av djórum. Og útfrá einum djórasiðsemiligum sjónarmiði, haldi eg ikki, at tað er nøkur orsøk til at finnast at grindadrápi, sigur Peter Sandøe. Eisini djórafrøðingurin, Karl Kinze vísir á, at drápshátturin er nógv batnaður og at ávísur reiðskapur er bannaður, ella munandi avmarkaður. Hann heldur ikki, at grindadráp er ein djórafrøðiligur spurningur, men at tað er ein spurningur um áskoðan. Danska djóraverndarfelagið sigur, at í grundregluni eru tey ikki ímóti, at villini súgdjór verða gagnnýtt. Men tað skal gerast forsvarliga. Og felagið heldur ikki, at grindadráp er forsvarligt, tí hvalurin verður strongdur, hvalvákn og krókur verða brúkt og at hvalur ikki skal drepast frá báti. Men danski lógmálaráðharrin vísir júst á, at hvalváknið er bannað og at tað bara er í heilt serligum føri, at tað er loyvt at drepa hval frá báti. Hann vísir eisini á, at altjóða hvalaveiðifelagsskapurin, IWC, viðurkendi í 1995 tær ábøtur, sum grindadrápið hevur verið fyri. Johannessen - john@sosialurin.fo Hittast mánadagin Føroyski landsstýrismaðurin í lógarmálum og danski løgmálaráðharrin hittast mánadagin til ein ávegis fund til fullveldissamráðingarnar 26. okotber Ætlaði ávegis samráðingarfundurin millum Høgna Hoydal og Frank Jensen um fullveldismálið er nú avtalaður. Fundurin verður í Havn mánadagin komandi. Á hesum fundinum er ætlanin at danski løgmálaráðharrin og føroyski landsstýrismaðurin í lógarmálum skulu fáa endaliga greiðu á, hvussu Danmark og fullveldið Føroyar kunnu koma til eina endaliga politiska støðutakan fyri heimarætt og borgararættindi og at enda tað umsitingarliga samstarvið. Ávegis samráðingarfundurin er nakað, sum Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup Rasmussen avtalaðu, eftir at tað var greitt, at tað ikki bar til hjá donsku stjórini at koma til Føroya at samráðast á fjóðra sinni um føroyskt fullveldi, sum landsstýrið hevði ætlað. Uppskotið kom danski forsætisráðharrin við og løgmaður tók undir við tí við ávísum treytum. Treytirnar frá løgmanni vóru, at ein endalig politisk støðutakan skuldi gerast á hesum fundinum. Ætlanin var eisini, at danski búskaparmálaráðharrin, Marianne Jelved, skuldi samráðast við føroyska fíggjarmálaráðharran, Karsten Hansen, um gjaldoyrasamstarvið. Men eftir at danir atkvøddu nei á fólkaatkvøðuni um evruna, verður hesin fundurin mettur at vera óneyðugur. Gera verkætlan um ábyrgdarbýti Løgmaður hevur gjørt av at seta ein bólk at arbeiða við eini verkælan, ið skal fáa greiðu á uppgávu- og ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur Nú skal ferð koma á arbeiðið at umskipa viðurskiftini millum land og kommunur, soleiðis at partarnir fáa eitt greitt uppgávubýti at halda seg til. Hetta hevur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sett sær fyri. Tí hevur hann gjørt av at skipa hetta arbeiðið sum eina verkætlan, og fer hann tí í næstum at seta ein arbeiðsbólk at gera arbeiðið. Arbeiðsbólkurin skal vera undir leiðslu av Løgmansskrivstovuni, og skal hann vera skipaður av umboði fyri Løgmansskrivstovuna, einum umboði fyri hvørt av kommunufeløgunum og einum umboði fyri hvørt aðalstýri. Bólkurin verður skipaður soleiðis, at Løgmansskrivstovan og umboðini fyri kommunufeløgini verða kjarnan, meðan umboðini fyri aðalstýrini eru við tá staðfest og raðfest verður. Arbeiða í tveimum umførum Ætlanin er, at verkætlanin skal skipast í tveimum umførum. Fyrsta umfarið er við støði í kommunuálitinum at staðfesta og raðfesta økini innan hvørt einstakt aðalstýri, har uppgávu- og ábyrgdarbýtið skal gerast greiðari. Hetta fyrsta umfarið skal bólkurin vera liðugur við um hálvan november. Í øðrum umfari skal arbeiðsbólkurin víðkast. Tá skulu arbeiðsbólkar við støði í raðfestingini frá fyrsta umfari setast at arbeiða við teimum økjum, sum eru raðfest fyrst. Samansetingin av arbeiðsbólkinum í hesum umfarinum er tann sama sum áður. Men hann verður kortini víðkaður, soleiðis at áhugabólkar á teimum ymsu økjunum eisini eru umboðaðir. Tað er enn ikki gjørt av, nær annað umfar av verkætlanini skal verða liðugt. Men tá fyrsta umfar av verkætlanini er av, verður gjørd ein samlað tíðarætlan fyri annað umfar, ið byrjar skjótast gjørligt aftan á hálvan november. Jan Müller - jan@sosialurin.fo Tilbúgvingin má raðfestast hægri Umráðini heilsa, trygd og umhvørvi hanga tætt saman, við tað at hendingar og tiltøk innan fyri eitt av hesum umráðum í stóran mun kunnu ávirka eitt av hinum. Tí er tað týdningarmikið at hyggja at HTU undir einum við mest møguligum felags ráðum og meginreglum fyri stýring sigur Pauli Einarsson, sum er ein av teimum føroyingum, sum hevur verið uppi í oljuvinnuni í rættuliga mong ár. Og eitt av málunum, sum hann hevur víst serstakan ans er nettupp spurningurin um heilsu, trygd og umhvørvi og her ikki minst spurningurin um eina føroyska tilbúgving, sum fevnir um allar tættir í samfelagnum og harímillum eisini eina komandi oljuvinnu. Pauli Einarsson tók sær av teimum báðum norðmonnunum frá Alliance Technology, sum herfyri hildu skeið í Føroyum. Pauli Einarsson var leingi í starvi hjá fyrst Saga og síðani Norsk Hydro. Nú Saga varð yvirtikið av Hydro, sum seinni fekk tungu boðini um, at tað einki leitiloyvi hevði fingið í Føroym, varð avgjørt at lata aftur skrivstovuna í Føroyum, og Pauli gjørdist arbeiðsleysur. Men ein av fremstu uppgávum hansara í starvinum hjá norsku oljufeløgunum var nettupp at kunna seg við mál, sum hava við heilsu, trygd og umhvørvi at gera og sjálvandi tí eisini tilbúgvingina. Pauli Einarsson vísir á, at áðrenn eitt virksemi, sum kann elva til skaða á persónar, umhvørvi ella arbeiðstól, kann byrja, skulu ætlanir fyri neyðugari tilbúgving vera gjørdar. Ætlaninar skulu umfata gongdina í fylgjandi stigum: ávaring, niðurberjing, bjarging, burturflyting og normalisering. Hvør hevur ábyrgd av trygdini spyr hann! - Jú, tað hava vit øll, tí trygd er tað ein kann kalla linjuábyrgd. Hetta merkir, at ein leiðari, ið hevur ábyrgdina av onkrum virksemi, sum krevur tilbúgving, skal syrgja fyri, at ein tilbúgving verður sett á stovn og hildin viðlíka í samsvari við galdandi krøv. Taka tað sum eina sjálvfylgju Nógv verður tosað um heilsu, trygd og umhvørvi, men hvat merkir tað í sambandi við dagligdagin hjá hvørjum einstøkum á arbeiðsmarknaðinum ella heima við hús spyr Pauli og vísir á, at dagliga tonkja vit ikki so nógv um, at trygdin skal vera í lagi, tí tað verður roknað sum ein sjálvfylgja, at hesin parturin man vera í lagi. Tað, sum er mest umráðandi, tá tosað verður um trygd, er, at ein fyribyrgir at nakað kann seta heilsu, trygd ella umhvørvi í vanda. Nógv fyribyrgjandi tiltøk stava frá einari ella aðrari hending, sum hevur elvt til skaða, og út frá hesum er orðingin av tiltøkum skrivað. Pauli Einarsson sigur, at vit hava altíð havt brúk fyri einum HTU politikki, men nú oljuvinan stendur fyri durum, kann hon verða tann, sum setur veruliga ferð á arbeiðið. Fyri at ein fyritøka skal vera góðkend sum veitari av vørum og tænastum til oljuvinnuna, verður hon noydd at lúka nøkur krøv. Herímillum er krav um, at fyritøkan skal hava ætlanir fyri vernd av heilsu, trygd og umhvørvi. Pauli Einarsson sigur víðari, at samanbera vit fiskivinnu við oljuvinnu, so er oljuvinnan tann ídnaður, sum kann gera stórst skaða á menniskju og umhvørvi, um nakað stórt óhapp hendir í sambandi við boring ella framleiðslu. Tí eru krøvini, sum myndugleikarnir seta til oljuvinnuna nógv strangari enn til aðrar vinnur. Men ein veitari av vørum og tænastum til oljuvinnuna er at rokna sum ein partur av einari og somu vinnu. Tað er tí umráðandi, at føroysk virkir venja seg við, at hesi krøv vera sett teimum, og tí fáa orðað sínar egnu HTU- mannagongdir. Vilja hjálpa Føroyum at seta teir røttu spurningarnar Tað er ikki neyðugt at uppfinna hjólið av nýggjum. Vit hava royndir og vitan, sum føroyskir myndugleikar kunnu fáa nyttu av, nú spakin verður settur í siga umboð fyri norska oljuráðgevarafyritøku, sum júst hava vitjað Jan Müller Nú oljuleitingin á landgrunninum nærkast verður meira og meira tosað um tilbúgvingina í Føroyum. Umframt at tað hevur skund at fáa eina veruliga tilbúgving fyri alt landið, so hevur tað kanska eyka skund at fáa tann partin av tilbúgvingini, sum hevur atlit til komandi oljuleiting, uppá pláss. Í farnu viku vóru umboð fyri norska felagið Alliance Technology á vitjan og skipaðu fyri ymsum skeiðum í Havn. Tað var Pauli Einarsson, fyrrverandi stjóri hjá Saga Føroyar, sum hevði tikið stig til at fáa norðmenninar henda vegin. Norska fyritøkan kann bjóða vága- og tilbúgvingaranalysur og hevur sum virkisøki sítt serstakliga umhvørvi og arbeiðsumhvørvi. Hon bjóðar projektráðgeving innan hesar tættir, sum serstakliga hava við tilbúgvingarpartin av eini oljuvinnu at gera. Endamálið við hesi vitjan er at kunna føroyingar um hesar tænastur í sambandi við boring við Føroyar sigur Kjell Thorbjørnsen, umhvørvisráðgevi í felagnum. Hann vísir á, at teirra fólk hava drúgvar royndir frá arbeiði við operatørfeløg, myndugleikar og veitarar til oljuvinnuna. Kjell Thorbjørnsen sigur, at tað í Føroyum finst førleiki og ekspertisa á nógvum økjum. Tá tað kemur til tilbúgvingina er spurningurin meira um at samankoyra teir ymisku partarnar. Á skeiðunum í Havn samanbóru teir báðir norðmenninir Føroyar við Barentshavið og plássini í Norðurnoregi. Í báðum førum verður leitað eftir olju, og er her talan um havumhvørvi, ið er sera viðkvamt og um fólk, sum liva av tí havið gevur. Tvs. at oljuvirksemi í báðum hesum økjum fer at fáa stóra ávirkan á bæði umhvørvi og fólk. Kjell Thorbjørnsen sigur, at tað er sera umráðandi, at føroyingar duga at síggja samanhangin millum virksemi til havs og á landi, og at man brúkar tær ressursir, sum eru á staðnum. Teirra íkast kann vera at leggja viðurskifti til rættis og hjálpa myndugleikunum at seta teir røttu spurningarnar til operatørarnar longu áðrenn virksemi tekur seg upp. Tað er ikki neyðugt at uppfinna hjólið av nýggjum. Vit hava royndir og vitan, sum føroyskir myndugleikar kunnu fáa nyttu av, nú spakin verður settur í. Ein av teimum týdningarmestu spurningunum at seta oljuoperatørunum er, hvørjar skipanir teir hava sett í verk fyri at ganga føroysku krøvunum á møti - her við atliti til heilsu, umhvørvi og trygd. Hann vísir á, at tað er eisini ein stór avbjóðing fyri føroyskar myndugleikar at seta í verk intern krøv til operatørarnar. Altjóða ídnaður Hvussu heldur Kjell Thorbjørnsen, at føroyingar eru fyrireikaðir til eina oljuvinnu? Hetta er ein nýggjur ídnaður, og tí vil tað vera rætt at seta teir røttu spurningarnar á fleiri økjum. Talan er um ein altjóða ídnað, sum bæði hevur fyrimunir og vansar, har lond hava ymsar lógir og ymisk sjónarmið. Fyri Føroyar er hetta nakað heilt nýtt, og eg haldi, at okkara vitan, kann verða virðismikil fyri føroyskar myndugleikar. Richard Heyerdahl starvast eisini hjá Alliance Technology. Hann hevur arbeitt kring alla verðina í sambandi við oljuvirksemi. Hann heldur tað hevur alstóran týdning, at føroyingar gera sær greitt, hvør hevur ábyrgd av hvørjum. Hvør m.a. skal hava ábyrgdina av at fylgja upp virksemi eitt nú innan tilbúgving bæði á landi og til havs, við atliti til umhvørvi og heilsu. Tað er eisini týðandi at seta í verk skipanir fyri innanhýsis eftirliti bæði fyri feløg í Føroyum og at spyrja eftir innanhýsis eftirliti hjá feløgunum, sum ætla at seta seg niður her. Richard Heyerdahl heldur tað er umráðandi, at føroyingar umframt at læra av royndum og mistøkum hjá øðrum eisini laga skipanir til føroyska samfelagið. -Tit eiga at taka hædd fyri teimum virðum, sum eru her. Tað eru fiskastovnarnar, náttúran og onnur virði, sum sermerkja føroyska samfelagið. Samskiftið millum myndugleikar og oljufeløg er eitt sera týðandi lið í allari gongdini. At bora eftir olju kann hava við sær "utslipp", møguleiki er fyri vanlukkum bæði á menniskju og umhvørvi og tekniska útgerð. Tað setir krøv til samfelagið at vera væl fyrireikað. Ein slík fyrireiking byggir á, at tú hevur verið gjøgnum allar vandar og vandastøður og hevur fyrireikað føroyska samfelagið til at handfara hetta. Handfaringin snýr seg um forstáilsi, støðutakan og tekniskar møguleikar og fólk til at gjøgnumføra nakað. Hann vísir á, at tað at seta røttu spurningnar er so eitt. Men at evaluera, tvs. at koma aftur til myndugleikarnar og gjøgnumføra eina ætlan, sum kann byggja upp eina framtíðar trygga og góða handfaring av hesum operatiónum, er eisini avgerandi fyri úrslitið. Sjálvsagt skulu krøv setast til operatørarnar, men hesir vísa ikki aftur slíkum krøvum, tí tað við tíðini er vorðið av alstórum týdningi í altjóða kappingingi at vera eitt felag, sum ongar vanlukkur hevur og uttan dálking sigur Kjell Thorbjørnsen, sum heldur størsta trupulleikan hjá føroyingum í dag vera manglandi samankoyring av ymsum pørtum av samfelagnum og at ábyrgdin ikki liggur nóg greið. Føroyingar eiga at hyggja meira eftir hesum við ábyrgd, planlegging, at seta ting í verk og upplæring. Hetta við hugburði og støðutakan hevur nógv at siga. Ein valukka t.d. kann kosta milliardir. So ein kann síggja, hvussu nógv kann sparast við at fyrireika seg væl og leggja dent á heilsu, trygd og umhvørvi sigur hann og endurtekur, at tað er týdningarmikið, at føroyskir myndugleikar seta síni krøv til hvønn einstakan operatør. Men har vita vit eisini, at operatørarnir sjálvir royna at hava hesi viðurskifti í lagi og royna at taka hædd fyri heilsu, trygd og umhvørvi, fyri at teirra egnu fólk og onnur virði verða væl røkt. Tað ræður um í felag at byggja nakað upp, sum er sermerkt fyri Føroyar, nakað, sum tekur hædd fyri júst hesum samfelagnum. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Avskrivað av familjuni 34 ára gamla Zeljka Koncar er kroati, eigur tvey smá børn og hevur mann av skeiva fólkaslagnum. Tað vil familjan ikki góðtaka og hevur avskrivað hana sum deyða Runavík: Sjálv er hon kroatisk, og maðurin er serbi. So stórt er hatrið millum fólkasløgini, at familjan vil ikki kennast við Zeljku meira, tí maður hennara var í serbiska herinum, sum bardist móti kroatunum. Tað regnar illa, tá bilurin spakuliga rullar inn á parkeringsøkið uttan fyri Runavíkar Sjómansheim. Ellivu nýkomin flóttafólk úr gamla Jugoslavia sita einastaðni har inni og bíða eftir, at ein blaðmaður skal koma at tosa við tey. Tað er við ikki sørt av spenningi, at farið verður inn. Hvussu munnu tey fara at taka tað, at pressan gongur á tey, beinanveg, tey eru komin hesa longu leiðina? Munnu tey yvirhøvur fara at vilja tosa? Tað er bara ein máti at fina út av tí. At fara at tosa við tey. Á fjórðu hædd, heilt uppi undir takinum, ganga nøkur børn á gongini. Ein kona er í ferð við at gera kaffi í einum lítlum køki, og á borðinum standa nakrir køkuformar, sum síggja út til nýliga at vera komnir úr ovninum. Kvinnan býður kaffi, og vit sessast við borðið. Við okkum er Jákup Pauli Olsen, sum líkasum hevur verið millummaður í hesum málinum um eysturslavonsku flóttafólkini, sum ikki fingu uppihaldsloyvi í Danmark, men lógliga kunnu vera í Føroyum. Ein skúlagenta um átta- tíggju ára aldur kemur og setir seg við síðuna av mær. Hon tosar væl danskt, og skal vera tulkur, hjá mammuni, sum fegin vil siga okkum søguna um, hví hon er endað her undir vaðingini á Runavíkar Sjómansheimi eitt ilsligt kvøld í oktober. Tað kemur ein vøkur kvinna miðskeiðis í tríatiárunum og setir seg við síðuna av gentuni við borðið. Tað er mamma hennara, Zeljka Koncar. Gentan sjálv eitur Nemanja. Zeljka sigur frá søgu síni, sum er tann klassiska um, hvussu illa tað gongur, tá ymsir fólkabólkar ikki passa saman. Maður hennara, Milan, sum er serbi, arbeiddi sum skógararbeiðari í kroatiska Vesturslavonia, har tey búðu.Tað vóru eingir trupulleikar hjá ymsu fólkasløgunum at liva saman í Jugoslavia, meðan Tito og kommunistarnir ráddu, greiðir Zeljka frá, á skiftandi donskum og onkrum slaviskum máli, sum Nemanja umsetir til danskt. Hon steðgar á eina løtu. Tykist líkasum at sita í djúpum tonkum, og eyguni verða blonk. Men so fóru tær ymsu tjóðskaparrørslurnar at gera um seg, tá Tito var deyður. Kroatar vildu hava eitt Stórkroatia, bosniar eitt Stórbosnia, og serbar vildu ráða øllum. Tað bar ikki til, og tað var skjótt, at teir ikki kundu síggja hvønn annan, uttan at kríggj varð. Maður Zeljku, Milan, er serbi, og ein dag kom ein offiserur og segði teimum, at nú máttu tey út úr húsinum, tí her høvdu tey onki at gera. Hetta var bara fyri heimafólkið, fingu tey at vita, og serbar vóru fremmandafólk í Kroatia. Men Zeljka var jú kroati, so tað mátti vera eitt mistak, tá tey soleiðis vórðu rikin frá húsi og heimi. Tey klagaði til løgregluna. Men tað nyttaði einki, Hon var ikki til at verja slík fólk, og tey fingu stutt og greitt at vita, at tryggast var hjá teimum at stinga av. Knappliga ein dag komu kroatiskir hermenn og noyddu allar serbar í Vesturslaovnia at flýggja. Í eina viku flýddu 300.000 fólk. Tey flýddu til Eysturslavonia, greiðir Zeljka frá. Har búðu tey so í sjey ár sum flóttafólk. Einki arbeiði, eingir pengar, og eitt fremmant hús at vera í. Zeljka kom í eina sera trupla støðu. Hon var kroati og hevði familju kroatisku meðni, meðan maðurin var serbi og endaði í serbiska herinum. Beiggi hennara var í kroatiska herinum, og hann fall. Hatrið millum fólkasløgini var so stórt, at familjan vildi ikki kennast vil Zeljku, tí hon valdi at fara við manninum. Hon greiðir frá, at hon hevur ikki tosað við mammu sína í tíggju ár. Hon veit, at mamman livir enn og býr í Kroatia. Hinvegin hevu Zeljka havt samband við yngra beiggja sín um telefonina. Men hann vildi ikki tosa við hana. Tí fyri teimum var hon deyð, fekk hon at vita. Hon steðgar á aftur eina løtu. Dótturin situr við síðuna av, og sær út til ikki rættiliga at vita, hvat hon skal. Hon virkar annars sera væl fyri og rættiliga skilagóð, men tað er kortini ein spurningur, hvussu nógv hesi fólkini orka, nú bara eitt samdøgur eftir, at tey eru komin til Føroya. Zeljka fer aftur at siga frá. Tey vóru send av landinum, at kalla. Fingu eitt slag av passi, sum tó bara var galdandi út av landinum, samstundis sum tey fingu at vita, at nú vóru tey fræls fólk og kundu fara, hvar tey vildu. Bara ikki aftur til Vesturslavonia og Kroatia. Tí har búðu nú onnur í húsum teirra. At tey valdu Danmark komst av, sigur Zeljka, at tey høvdu einaferð sæð ein film um Danmark í jugoslaviskum sjónvarpi. Og har sá so hugnaligt og friðaligt út, at tey hildu frægast vera at fara tann vegin. Ferðin gekk væl, men tey vóru skjótt varug við, at tey vóru ikki so fræls kortini, sum tey høvdu fingið at vita. Endaðu fyrst í eini flóttafólkalegu, áðrenn tey sluppu aðrastaðni at búgva. Men bert fyri at gerast finnur í einum longum talvi millum stjórnina og nakrar privatperónar, sum ikki skal komast nærri inn á her. Tað stutta av tí langa var, at eftir at tey vóru víst úr Danmark, eydnaðist at finna eitt hol í donsku innflytaralógini, sum gjørdi, at tey kundu sleppa til Føroya heldur enn at verða send aftur til eina vandafulla flóttafólkatilveru á Balkan. Og í Føroyum eru hesi flóttafólkini væl móttikin. Fyri trimum mánaðum síðan komu tey fyrstu, og tey tykjast vera fallin væl til. Tey arbeiða, ganga í skúla og trívast annars væl. Og tey ellivu, sum komu mánadagin, hava verið móttikin við opnum ørmum, sigur Jákup Pauli Olsen, sum er ein teirra, sum hevur virkað fyri at fá tey til Føroya. Hann sigur, at allastaðni hava tey bara møtt vælvld, tá greitt var, at fólkini fingu uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum. Maersk Air lat ókeypis ferðaseðlar til øll. Bakkafrost, Fiskavirking og Fiskamarknaður Føroya lótu tey fáa arbeiði, og í skúlanum fingu tey bestu umstøður, møguligt var. Jákup Pauli Olsen sigur, at hesi seinnu flóttafólkini, sum komin eru, longu hava verið og melda seg til hjá Runavíkar Kommunu, samstundis sum tey eru runt og hyggja at arbeiðsplássum og annars fáa ymisk praktisk ting upp á pláss hesar fyrstu dagarnar. Eitt mergjað fólkaslag Vit eru føroyingar, serstøk tjóð, sigst. Og tað kann væl vera at vit eru serstøk. Eg veit so ikki um naka annað fólk sum í sovornan mun livir sítt lív við bindi fyri eyguni. Vit hava heimsmet í kristindómi (mest sunnudag) og í Føroyum er ongin rasisma (uttan tá ið nekarar og sovori kemur higar). Tjóðskaparkensla føroyinga hevur sjálvandi ikki sín líka í øllum heiminum (tó mest 12. mars og 25. apríl og tá ið landsliði vinnir). Arðar tíðir av árinum liggur tjóðskaparandin og sutlar stríput flesk í kjøtgrýtunum hjá Margrethu II. Um sjálvsvanvirðing ger nakran serstakan so eru vit av sonnum serstøk. Herfyri spældu Føroyar og Danmark landsdyst á Tórsvølli, hetta mergjaða navn ið minnir okkum á víkingafortíð okkara, brøgd á villini havi og ránsferðrir á meginlandinum. Men hvat hendi? Í útvarpinum bórust tey tíðindi at einir 20 atlantsrisar sum altíð høvdu hildi við danska landsliðnum hildu ikki at nøkur orsøk var til at broyta hetta. Ístaðin gjørdu hesir mergjaðu menn kollektivt tjóðskaparligt sjálmorð, grýttu alla sjálvsvirðing fyri borð og settust, ovetnir av afturhaldstálg, at veittrað við danabrók. Ein meiriluti av hesum mæta oyggjslag vil hava fullveldi. Men bara um danir halda fyri í eini fimtan ár ella so. Eg meini tað. Tjóðskapur við lagaligum gjaldstreytum. So sera serføroyskt. Vit syngja um fosturlandskærleika á grækarismessu og á flaggdegnum, men skulu vit vága nakað fyri at seta orðini í verk? Ikki um tvøran fótin. Tað er nógv betri at onkur annar hevur ábyrgdina. So kann mann leggja seg afturá at grenja um armóð, neyð og rotinskap og peika eftir øllum hinum sum hava skyldina. Vit eru eitt veldugt fólk, men vit líta ikki okkum sjálvum til at taka fult ræði í okkara egna landi. Og hetta væntandi sjálvsálit og óttin fyri tí ókenda er ein hestur sum okkara stóru andstøðuflokkar hava duga væl at riði á. Jóannanes Eidesgaard og Edmund Joensen hava trútta niður í fólk at um vit fáa fullveldi fer livifóturin niður og tað verður armóð í Føroyum. Og tað verður armóð við lít. Hygg bara eftir teimum nýggjastu innflutningstølunum. Tað er onki mark fyri hvussu nógvar pengar vit hava ráð til at senda japanska bil- og elektronikkídnaðinum og donskum møblaframleiðarum, men fullveldi hava vit ikki ráð til. Tá kollsiglir alt. Hagtølini siga eisini at lønarvøksturin er størstur í tænastuvinnuni og í almannaverkinum. Ella v.ø.o. vit eru fleiri barberar sum ganga og klippa hvørjum ørðum. Eg havi ofta hoyrt sambandsmenn brúkt donsku almannaveitingina til Føroyar til at argumentera fyri ríkisfelagsskapinum. "Vís mær hvar vit kunnu skaffa eina milliard, so skal eg atkvøða fyri loysing". Jú men, tað er onki problem. Handan milliardin vendir á keikantinum. Hon fer til meirnýtslu av frasi og stakkalastási og til fleiri barberar sum kunnu ganga og klippa hvørjum ørðum. Tað ringt at fáa eyga á nakra virðisskapandi avleiðing av ríkisveitingini. Tey siga eisini at danir gjalda vælferðina og at hon dettir niðurfyri um ríkisveitingin steðgar. Og tað má sigast at vælferðin og ríkisstuðulin síggjast aftur í hækkandi innflutningstølunum. Hinvegin sæst ikki nógv til teirra í útflutningstølunum. Eitt anna sum ger okkum serstøk er tann serføroyska útgávan av skaðafrøði. Onki er so lívsjáttandi hjá okkum føroyingum sum tá ið tað gongur okkara landsmonnum illa. Teir báðir sambandshøvdingarnir Jóannes Ejdesgaard og Edmund Joensen hava so eisini verið í sjeynda himli síðan landsstýri kom í andróður niðri á Christiansborg. Og við øllum teirra "eg segði tað altíð" og "var tað ikki tað ið eg visti", hevði tað verið ein vanlukka fyri Jóannes og Edmund um landsstýrið álikavæl fekk eitt gott úrslit. Tískil arbeiða teir av lívsins kreftum fyri at úrsliti skal gerast so vánaligt sum møguligt. At landsstýrið hevur fingið staðfest at vit varveita øll rættindi í Danmark nærum óbroytt royna teir at dylja sum mansmorð. Teir meyla upp í saman um mist rættindi, men fer mann at spyrja hvørji rættindi eru mist dettur tað korthúsið saman tí teir kunnu onki konkret vísa á. Ovfarakætið yvir at stjórnin heldur fast um 4 ára skiftistíðina fáa teir ikki krógva. Tað virksemi sum hesir báðir fremja, í ovfarakæti ella panikk, minnir ikki sørt um tað virksemi ið fekk navn eftir einum norskum politikkara sum virkaði undir týsku hersetingini undir seinna heimsbardaga. At Edmund ger sum hann ger, er kanska ikki so ringt at skjilja. Maðurin hevur ongantíð krógva at hann stendur fyri svørtum afturhaldi. Vit minnast at hann gekk við nývalinum í lummanum tá ið júst javnaðarflokkurin fyri ikki so langari tíð síðani tosaði um at endurskoða ríkisfelagsskapin og ætlaði koma í tingið við einari sjálvstýrislóg. Um ríkisfelagsskapurin bleiv so mikið sum umtalaður í løgtinginum bleiv nýval útskrivað. At hann so nú tosar um at endurnýggja ríkisfelagsskapin vísir bara at sjálvt tað svartasta afturhaldið noyðist at boyggja seg fyri teimum politisku vindum sum blæsa um sessurin skal varveitast. Ikki tí, seinastu veljarakanningarnar geva ikki Edmundi stórvegis møguleika fyri at varveita sessin. Ikki uttan so at hann ger sum onkur javnaðartingmaður úr suðuroynni fyrr hevur gjørt og stillar upp í Havn. Tá slepst so væl undan lokalpolitiskum lyftum tí politikkur í suðurstreymi er jú sum kunnugt pr definitión landspolitikkur. Øðrvísi er við Jóannesi. Einafer var tað eitt problem fyri javnaðarflokkin at hann ikki markeraði sína støðu viðv. Ríkisfelagsskapinum nóg væl. Tað hevur hann so gjørt nú og tað í ólukkumát. Í einari grein 17. september 1997 í tí sum fyrr var Sosialurin, nú Dimmurin, leggur Jóannes Eidesgaard danir, og harvið helst stjórnina hjá Nyrup, undir grova arrogansu og imperialismu. Hetta var í samband við tað nevndina sum skuldi kanna bankamálið og sum ikki vísti seg at vera so óvildug sum stjørnin annars hevði vissa føroyingar um. Nú er viðvent í holuni. Sama imperialistiska Nyrupstjórn er ikki petti imperilistisk longur. Hon fær, eftir tykki Jóannesar, ikki sagt ella gjørt naka skeivt. Hann hevur gjørt tað til sína lívsmissión at vera sterkasti stuðul hjá Nyrup í samráðingunum millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýrið. Eitt er at Jóannes er ósamdur við landsstýri um hvussu ríkisrættarligu viðurskiftini skulu skipast frameftir. Tað er hansara sjálvsagdi rættur og hann fær ríkiligan møguleika at verja síni sjónarmið tá ið tingið skal viðgera samráðingarúrslitið og upp undir fólkaatkvøðuna aftaná. Tað sum er púra burturvið, er at hann er farin beinleiðis uppí mótpartin og stuðlar aktivt donsku stjórnini í hennara stremban eftir at varveita yvirharradømi í Føroyum. At talan er um yvirharradømi er fleiri ferðir prógva. Seinast í samband við brævaskifti við ST og NATO. Í báðum førðum var Jóannes, saman við partamanninum Edmundi, um at bresta av skaðafrøði. Teir søgdu í útvarpinum at Landsstýrið hevði gjørt sær og Føroyum fyri skommum. Nú er so komi fram at uttanríksráðharrin helst hevur sagt ósatt fyri løgmanni. Tí noyðast vit at spyrja hvør nú hevur gjørt sær fyri skommum, landsstýrið ella skutilsveinarnir hjá Helveg. Eisini mugu vit spyrja um tað ikki er imperialistiskt longur at danska stjørnin ber Føroya Landsstýri skeivar upplýsingar. Og um tað ikki er imperialistiskt tá uttanríkisráðharrin ikki hirðir at svara einum spurningi á fólkatingi frá Jóannesi Ejdesgaard. Og Jóannes gloypti háðanini uttan at blunka. Sjálvandi. Hann hevur nú tikið so dyggiliga støðu viðvíkjandi ríkisfelagsskapinum at har vendist ikki aftur. Ein kjaftfiskur til Helveg í hesum málinum er eisini ein kjaftfiskur til Jóannes. Hasin norski politikkarin kallaðist forrestin Quisling. Eitt er heilt vist. Uttan stuðul frá "føroyska" javnaðarflokkinum, bæði her heima og á fólkatingi, hevði tað verið munin truplari hjá Nyrup at staði so fast uppá 4 ára skiftistíðina. Sjálvur haldi eg at 4 ár er nokk, men tíverri eru ov fáir føroyingar sum trúgva uppá tað. Javnaðarflokkurin sigur seg hava eitt alternativ til fullveldi. Men meðan landsstýri hevur eina lidna fullveldisætlan við nógvum og drúgvum fyrireikingum aftanfyri seg, er javnaðaralternativi ein "fornuftig" "nýggj skipan" sum tíverri ikki er uppfunnin enn og sum tískil er ógjørlig at taka støðu til. Hetta forðar sjálvandi ikki Jóannesi Ejdesgaard í at pástanda at javnaðar"uppskotið" er betri enn fullveldisætlanin. Eg havi undrast á hvat liggur aftanfyri herðferðina hjá Jóannesi Ejdesgaard. Eg haldi meg minnast at hann var øgiliga fornermaður tá Marita Petersen gjørdist løgmaður á sinnið. Og hann var ikki minni fornermaður tá tjóðveldisflokkrin fór í samgongu við fólkaflokkin heldur enn javnaðarflokkin eftir seinasta val, hetta tí javnaðarflokkurin var ov ullintur í ríkisfelagsskapshann líka fornermaður enn, men ullintur er hann ikki longur. Hann er satt at siga um at vera meiri sambandskur enn sambandsflokkurin. Treytaleysi stuðulin til imperialistisku framferð uttanríkisráðharrans viðvíkandi brævinum til natoaðalskrivaran, samanborið við støðuna í '97, bendir á at onkursvegnað er Jóannes rikin í rætt av bróðurflokkinum í Danmark. Og innihaldið av hasari "nýggju skipanini" er so enn mest luft. Eftir stendur tó at uttan stuðul frá veljarunum fæst hvørki fullveldi ella nøkur "nýggj skipan". Um vit Føroyingar nakrantíð av røttum skulu kunna kalla okkum serstøk tjóð, mugu vit trúgva uppá at tað ber til at liva í Føroyum uttan danska almannahjálp, ein hjálp sum tað fer at gerast alt truplari hjá donskum politikkarum at rættvísgera yvirfyri sínum veljarum soleiðis sum gongdin í livistøðinum í Føroyum er í løtuni. Dánjal J. Hansen Norðoyri Misupplýsing Vit vistu, at føroyskt flagg og mál, tíbetur, hava gott pláss innast í hjartanum á Jóannesi Eidesgaard. Men Jóannes, bæði flaggið og málið vilja sleppa út at blaktra frítt, blaktra frítt, blaktra frítt og ljóða frítt, ljóða frítt, ljóða frítt. Tað eru 144 ár síðan kongligi einahandilin varð avtikin, er tað ikki upp á tíðina, at vit koma út við okkara innispunna tógvi? Út at blaktra og ljóða so tað rungar í? Jóannes, tú segði at tað stendur í Heimastýrislógini, at vit eru ein tjóð. Men tú segði ikki alt (og John Sigurð læt teg sleppa), tí tú gretti ikki, at tann danski teksturin, sum okkara danska stjórn gongur eftir, IKKI SAMSVARAR við tann føroyska,: hann sigur ikki, at vit eru "en nation" ella "et folk," men "et folkesamfund" - eitt orð sum er uppfunnið til Heimastýrislógina, tí teir ráðandi í Danmark sum enn hava evsta vald í Føroyum, ikki vilja viðurkenna okkum sum annað enn eitt serligt slag av norðurdanskarum - tað er jú argumentið fyri at teir eiga at hava buktina og báðar endarnar. Tey ungu vita ikki av sær sjálvum av hesum, teimum tørvar upplýsing. Men í samrøðuni millum Jóannes Eidesgaard og SVF týskvøldið fingu tey misupplýsing um, hvat Heimastýrislógin sigur um føroyskan tjóðskap. Er tað ikki ábyrgdarleyst, SVF og Eidesgaard, at breiða vankunnleika út? Vit gomlu, sum kenna tekstin, fingu ein trega í sálina og undraðu okkum enn eina ferð. Turið Sigurðardóttir ODDAGREIN: Hálsar landsstýrið um? Í dag er ein vika til næsta samráðingarumfar millum landsstýrið og stjórnina um fullveldisætlanina hjá landsstýrinum. Men nú er líkt til, at flokkanir landsstýrinum draga ikki somu línu. Tað vísa greinirnar í Dimmalætting og í Sosialinum og sendingin Føroyar í dag í Útvarpinum týskvøldið. TJÓÐVELDISFLOKKURIN heldur í øllum førum alment fast um fullveldisætlanina. Tað sama ger løgmaður, og tað má hann í øllum førum gera, til landsstýrið alment boðar frá, at landsstýrið broytir samráðingarætlan. Hinvegin tykist vera greitt, at tað er gingið upp fyri Fólkaflokkinum, at tað ber ikki til at røkka upprunaligu fullveldisætlanini. Serliga tá stjórnin tvíheldur um eina 4 ára langa skiftistíð. Tað er neyvan av tilvild, at tveir landsstýrismenn hjá Fólkaflokkinum hava sagt alment, at fullveldisætlanin má koppast á, hóast endamáið er tað sama - at skipa Føroyar sum fullveldisríki. Í grundini merkir henda áskoðanin, at landsstýrið hálsar um, og fer eftir eini loysn, sum minnir um uppskot Javnaðarfloksins og er ein "stig fyri stig-ætlan". Sambært keldum hjá Sosialinum skal Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, hava ásannað, at neyðugt er helst at broyta samráðingarætlan. Hann dugur óivað at skilja, at semja verður ikki um fullveldisætlanina í landsstýrinum, og harafturat fer føroyski veljarin heldur ikki at taka undir við henni. Ta hava í øllum førum fleiri meiningarkanningar víst. SO er spurningurin, hvat "tann harða kjarnan" í Tjóðveldisflokkinum sigur. Vil hon hava alt ella einki - tað merkir: fer hon góðtaka, at vit koma eitt stórt stig á sjálvstýrisleið? Ella heldur hon fast um fullveldisætlanina sum tann einasta møguleikan? TRÍGGJAR samráðingar hava verið og føroyska samráðingarnevndin kann ikki koma einaferð afturat sum av torvheiðum. Nú skuldi eisini borið til at komið longur framá, tí tann stóri spurningurum um skiftistíðina - sjálvur trupulleikin - er tikin úr samráðingunum. Løgmaður roynir sjálvandi at halda fast um samgonguna, tí um Tjóðveldisflokkurin fer burtur úr við tí grundgeving, at hann fær ikki nóg mikið av sínum politikki í einum samráðingarúrslitið, so verður fullveldismálið ella tjóðskaparspurningurin framhaldandi eitt sokallað rumbulsmál. Tí roynir løgmaður at halda fast um Tjóðveldisflokkin. Hinvegin veit bæði løgmaður - og Tjóðveldisflokkurin - at løgmaður hevur ein annan meiriluta í Løgtinginum fyri eini hóvligari loysn, sum Javnaðarflokkurin, meirilutin í Fólkaflokkinum, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin kunu taka undir við. Løgmaður fer sjálvandi sum longst at halda seg til verandi ætlan, men spurningurin er, um hann ikki eisini vil vera hann, sum flutti Føroyar longur fram móti veruligum sjálvstýri, og tí saðlar um, um verandi tilgongd dregur út. Men løgmaður má gera sær greitt, at tíðin styttist. Óhefta kanning av fjarhitanum! Síðstu tíðina er týðiliga komin til sjóndar ónøgdin hjá teimum mongu, sum eru knýtt at fjarhitaskipanini, tí prísurin er ov høgur og prísgrundarlagið ov veikt. Tað ljóðar eisini heilt løgið, at tað skal bera til at senda fólki eina risastóra rokning, tí prísurin á einari heilt aðrari og fullkomuliga óviðkomandi vøru er farin upp. Fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum hevur skotið upp, at ein óheft kanning verður gjørd av fjarhitanum - og ikki minst fjarhitaprísinum. Tað má eisini vera tað minsta, eitt alment felag sum Fjarhitafelagið kann taka undir við, tí ein óheft kanning av viðurskiftunum er tað einasta, ið kann geva greiðu á, hvussu fjarhitaviðurskiftini hanga saman og eiga at hanga saman. At oljuprísurin, sum jú í grundini einki hevur við fjarhitan at gera, skal verða nýttur sum prísútrokningargrundarlag, ljóðar ið hvussu er ikki skilagott. Og serliga ikki, tá úrslitið av hesum er, at fjarhitabrúkararnir í Tórshavnar kommunu síðstu tríggjar mánaðirnar í ár og tríggjar teir fyrstu næsta ár skulu gjalda fleiri túsund krónur, tí ein óviðkomandi prísur er farin upp. Fyri at fáa loyst hetta gamla stríðsmál, eigur ein óheft kanning at verða sett í verk sum skjótast. Hetta eigur at verða gjørt, so partarnir ikki skulu hava fyri neyðini at standa so langt frá hvørjum øðrum, samstundis sum allur ivi um prís og fjarhita sum heild verður ruddaður burtur. Heðin Mortensen býráðslimur sambandsvalevni til Tórshavnar býráð Tað er ikki Nyrup, men Løgmaður sum rennur undan givnum lyftum til Føroya fólk! Áðrenn samráðingaruppskotið varð lagt fyri uttanlandsnevndina í Løgtinginum, segði Løgmaður alment, at onki var at óttast fyri, tí farið varð ikki niður til Danmarkar at samráðast, fyrr enn ein stórur meiriluti tók undir við samráðingaruppskotinum, og Varðaløgmaður segði seg taka undir við Løgmanni. Viðgerðin í Løgtingsins uttanlandsnevnd broytti tó onki við undirtøkuna fyri samráðingaruppskotinum, tí andstøðan bleiv hildin uttanfyri. Um Løgmaður tá hevði staðið við sítt orð, varð samráðingaruppskotið mýkt, inntil ein stórur meiriluti tók undir við tí, áðrenn farið varð til Danmarkar at samráðast um tað. Av tí at hesa samráðingar eru av vitalum týdningi fyri framtíðina hjá Føroya fólki, er tað átaluvert, at Løgmaður ikki torir at standa við sítt orð. Um Løgmaður er "konfliktsky" ella bara ræðist ta demokratisku prosessina er ilt at siga, men framferð Løgmans í hesum máli higartil er ikki sannførandi. Nyrup hevur alla tíðina sagt seg vilja taka undir við tí, sum ein stórur meiriluti av Føroya fólki ynskir. Niðurstøðan er tí púra greið: Hevði Løgmaður staðið við sítt orð, høvdu vit kunna havt reellar samráðingarnar millum Føroyar og Danmark umboðandi ein breiðan politiskan meiriluta saman við einum stórum meiriluta av Før-oya fólki. Skal Løgmaður varðveita sítt trúvirði, sum umboð fyri alt Før-oya fólk, verður tað ikki gjørt við at trumfa eitt samráðingaruppskot ígjøgnum, sum bert fjóðri hvør føroyingur tekur undir við. Áhugavert kundi kanska verið at vita, hvat ST sigur um framferð Løgmans - nú vit kunnu ringja beinleið-is? Tjóðskapar- romantikkur og Don Juan Skotski professarin, James Mitchell, greiddi í Norðurlandahúsinum frá herfyri, at royndir vísa, at tjóðskaparkenslur uttan búskaparligan fyrimun føra ikki til loysing, tí tann búskaparligi fyrimunurin vigar tyngri hjá vanliga fólkinum enn tjóðskaparkenslan. Við øðrum orðum: Mann kann gott romantisera um og forelska seg í Don Juan, men tú giftur teg ikki við honum! Lyftini frá okkara Varaløgmanni um frælsari, ríkari og liviligari Føroyar eftir eina møguliga loysing, eru í fyrstu syftu ikki ólík Don Juan lyftum, tí tey eru uttan nakað ítøkuligt prógv, sjálvt ikki eina tentativa "fullveldis fíggjarlóg", kann hann vísa á! Ein loysing her og nú, er tí eitt "prøv lykken koncept", sum spælir hasard við Føroya fólki og tess vælferð, eins og kommunistiski dreymurin í seksti árunum gjørdi tað. Ein stig fyri stig yvirtøka harafturímóti gevur bæði Føroya fólki og føroysku politikarunum tíð og møguleika fyri at meta um avleiðingarnar í praksis, so hvørt sum vit taka yvir fullu ábyrgdina av teimum respektivu økjunum. Tá verður tað hópin greiðari hjá fólki at taka støðu, tí fylgirnar - góðar ella minni góðar - merkjast á egnum kroppi, og ikki sum nú við støði í teoretiseraðum loysingar lovsongi. Fleiri av okkara kendu búskaparfrøðingum og íslendska kanningin siga samanfallandi, at ein loysing førir við sær munandi lægri livifót í Føroyum v.m. Sjálvt stjórin á Hagstovu Føroya segði í "Dagur og Viku", at neyðugt verður við stórum sparingum um føroyingar velja fullveldið. Meiri ítøkiligt kundi verið spurt, um føroyingar fara at góðtaka, at livifóturin lækkar við 15 - 20%, ella hvat fakfeløgini siga til tað? Facilitetir, sum vit í dag hava qua ríkisfelagsskapin , falla í stóran mun burtur við eini loysing, og harvið verða valmøguleikarnir hjá vanliga føroyinginum munandi skerdir. Okkara lítilleika gevur okkum heilt einfalt ikki fíggjarlaga førleika at bjóða vanliga føroyinginum somu vælferð uttan fyri ríkisfelagsskapin sum innanfyri. Skulu vit trúgva oman fyri nevnda skotska professara, James Mitchell, so verður tað altso ikki tjóskaparkenslan, ið kemur at avgera hvørja leið Føroya fólk velir at ganga, men tann búskaparligi fyrimunurin, sum Føroyar hava í ríkisfelagskapinum við Danmark. Heilsan Tórshavn 17/10-2000 Regin Eikhólm Tórshavn Tú eigur at vera nóg góður at bera teg sjálvan - Leivur! Sitandi býráð - undir tjóðveldisleiðslu - hevur megnað at fingið kommununa úr tí fíggjarliga óføri, hon kom sær út í upp gjøgnum áttatiárini Maðurin aftan fyri hesi megnar orð er ongin minni enn sitandi býráðsformaður í Havn Leivur Hansen og skrivar hann hetta í eini valgrein í Dimmu hósdagin 12. okt. 2000. Við øðrum orðum má fólkaflokkurin ella undirritaði, sum hesi árini sat við leiðsluni, hava ábyrgdina av, at kommunan kom í fíggjarliga trongstøðu, meðan hann, Leivur Hansen, sum hevur sitið hesi seinastu fýra árini, eigur ábyrgdina av, at kommunan nú fíggjarliga hevur tað gott og trygt. Vanliga blandi eg meg ikki uppí, hvussu fólk meta um áttatiárini, og um hvør átti ábyrgdina av, at soleiðis gekk. Fólk eiga sín fulla rætt til at vera óð um avleiðingarnar av hesum árum. Men tá ein persónur sum Leivur Hansen, sum hevur sitið sum býráðsformaður í fýra ár, og sum hevur eina innari vitan sum fá onnur, loyvir sær at taka soleiðis til orða, sum hann ger í hesi grein, loyvi eg mær fyri fyrstu ferð síðani eg 1. januar 1993 fór frá, at taka til penning. Fyrst er at siga, at kommunur sum heild hava nakrar bundnar uppgávur. Kommunur eiga at loysa ávísar uppgávur fyri borgaran, s.s. bústaðir og grundstykkir, vegir, vatn, kloakkir, barnaansing, skúlar, frítíðarvirksemi, reinhald og rusk, vinnu- og havnarøkir v.m. Beinleiðis hevur kommunan so at siga lítla og onga ávirkan á, hvussu búskapargongdin í einum samfelag fer - men skal til eina og hvørja tíð loysa tann tørv borgarin hevur í tí samtíð vit liva í. Hetta var orsøkin fyri, at vit í áttatiárunum brúktu umleið 100 mill. til útstykkingar, 100 mill. til vegir og kloakkir, 150 mill. til vatn, 130 til brennistøð, 200 mill. til vinniøkir og havnarbyggingar, 80 mill. til skúlar, 150 mill. til barnaansing (siti beint nú og lurti eftir útvarpskjaki, har Leivur sigur, at ongantíð í søgu býráðsins eru so stór framstig hend á barnaansingarøkinum sum nú. Hetta er heldur ikki rætt - ongantíð í søgu býráðsins er so nógv hent á barnaansingarøkinum sum í tíðarskeiðnum 1985-1990). Soleiðis kundi eg hildið fram, men gott er. Tað óhepna við øllum hesum var, at brádliga vóru tíðirnar búskaparliga broyttar soleiðis til tað vera, at íløgukarmarnir blivu alt ov stórir til tann tørv, sum borgarin í Havn tá hevði. Ongin loyna er, at kommunan gjørdi milliarda íløgur hesi árini, og at eftir stóð ein skuld uppá umleið eina hálva milliard. Í sama tíðarskeiði fór Tórshavnar kommuna - orsakað av búskaparkreppuni - frá eini skattainntøku uppá umleið 160 mill. í 1988 niður á 130 mill. í 1992. At hetta mátti geva kommununi fíggjarligar trupulleikar, er kanska ikki hjá hvørjum borgara í Havn til at skilja, men ein býráðsformaður, sum hevur sitið í fýra ár, skal skilja tað. Einfalt sagt: Tað sum VAR ringt fyri kommununa og okkum, sum tá sótu, ER heilt einfalt orsøkin fyri, at Tórshavnar kommuna og tit, sum í dag sita, hava tað gott. Allar íløgurnar, sum gjørdar vóru tá, koma í dag væl við. Ongin teirra var ikki røtt. Tórshavnar kommuna var 1992 væl skipað, væl útbyugd og klár til at taka ímóti einum búskaparligum vøkstri, tá hann fór at koma. Búskaparframgongd hevur verið hesi seinastu árini, og Tórshavnar kommuna er farin úr einari skattainntøku uppá 130 mill. upp í 380 mill. Hon hevur í sama tíðarskeiði - mótvegis nógvum øðrum kommunum -ikki haft fyri neyðini at gera nakrar nevniverdigar íløgur síðan 1992. Hetta er orsøkin til, at kommunan ídag er so væl fyri, sum hon er. Lat tað vera sligið fast við tíggju tumma seymi. Vit sum tá sótu, fingu mangan koyrilin fyri tær íløgur, vit gjørdu í Tórshavnar Havn. Eg skal ikki endurgeva nakað ella navngeva nakran í hesum sambandi. Bert siga, at tær íløgur, sum tá vóru gjørdar, ella allan heiðurin fyri, at Tórshavnar Havn nú er so væl fyri. Hon forrentar seg sjálva umframt at klára at gera nýggjar íløgur - og hon er kappingarfør at taka ímóti vøkstrinum, ið búskapargongdin krevur. Vóru hesar íløgur ikki gjørdar, var Tórshavnar Havn - stoltleikin hjá havnarfólki - ikki til ídag. So einfalt kann tað sigast. Lat meg so leggja aftrat, at Tórshavnar Havn hevur ongantíð í nýggjari tíð ligið havnaborgarum til byrðu. Hon hevur klára seg sjálv og afturgoldið sínar íløgur við teimum inntøkum, hon hevur fingið frá teimum, sum hava haft tænastu hennara fyri neyðini. Arbeiðslagnum hjá Leivi og býráðnum sum heild havi eg alt gott at bera, og er orsøkin fyri hesi grein míni tí bert at veita valkjakinum nøkur fakta, sum flest allir býráðslimir og valevnir eiga at vita og hava í huga, tá valgreinar verða skrivaðar. Áttatiárini vóru dýrur læripeningi fyri okkum øll, og tann venda búskapargongdin sær nú út til aftur at leggja trýst á býráðsvalevnini soleiðis, at lyftini, sum givin verða borgarunum, yvirhála tað, sum fór fram í áttatiárunum. Fari at ynskja tykkum valevnum eitt gott og kveikjandi valstríð, men minna á, at vit liva enn av tí, sum fiskiskapurin gevur okkum. Við hesum veruleika í huga eiga vit at mynda framtíðina. Innan hesar karmar ber eisini væl til at virka og fáa eitt skilagott býarsamfelag. Vinarliga, Poul Michelsen fyrrverandi býráðsformaður í Havn Býráðsvalið 2000 Eg havi játtað at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin til býráðsvalið. Hvørji mál fari eg so at arbeiða fyri, um ein skuldi verðið valdur? Nú eri eg búsitandi á Argjum, so eg fari í míni fyrstu grein at umrøða tey málsøkir, sum har eru. Skúlin Skúlin hevur nú í fleiri ár verið alt ov lítil, so hetta er eitt sjálvsagt øki at fáa loyst. Annað hvørt við einum nýggjum skúla, ella byggja upp í núverandi. Hetta hevur alstóran týdning, tá ið fólkatalið á Argjum økist í stórum. Barnagarðurin Hesin eins og skúlin hevur eisini bráskund, tí hesir stovnar hanga saman, við tað at ein kann siga, at teir ganga hond í hond. Børn fara fyrst í barnagarð síðan í skúla. Tað er eingin loysn, at fólk, sum byggja á Argjum, skulu hava børn síni gangandi á stovnum í Havn. Tað besta er, at tey eru so nær heiminum sum gjørligt. Ringvegurin Ringvegurin skal gerast skjótast til ber, t.v.s., at tá ið Marknagilsvegurin er liðugur, verður farið undir ringvegin út á Argir. Útstykkingar uppi á Hamrinum Fleiri útstykkingar skulu gerast, so at ungdómurin á Argjum og onnur við, hava ein møguleika at seta búgv. Tey, sum longu eru búsett, mugu fáa betri sømdir. Umhvørvið sær alt annað enn vakurt út, her má bøtast um. Bátahylurin Bátahylurin er heldur ikki nøkur vøkur sjón. Tann, sum gongur oman á støðna sær við tað sama, at arbeiðið ikki er meira enn hálvgjørt. Als ikki nakað prýði fyri Argjabygd. Nú Havnin verður so nógv fríðkað, eiga Argir ikki at vera nakar eftirbátur. Fótbóltsvøllurin Argir hava fingið ein góðan vøll, men karmarnir rundan um vøllin eru ikki av teim bestu. Her vantar nógv í enn. Ljósviðurskiftini eru ikki av teim bestu, eingi skýli finnast og viðurskiftini at seta bilarnar frá sær eru alt annað enn góð. Hesi viðurskifti mugu fáast í rættlag. Her eru fleiri økir nevnd, og onnur kundu verið nevnd afturat, men nokk á hesum sinni. Fleiri argjafólk eru uppstillað í ymiskum flokkum, og øll vilja tey arbeiða fyri betri umstøðum í bygdini, men ynskja argjafólk størri framburð, mugu tey velja okkurt av hesum valevnum. Eitt gott boð um framburð á Argjum er eitt av valevnum Tjóðveldisfloksins. Mín næsta valgrein fer at snúgva seg um Havnina. Hvørji málsøki eg har vil arbeiða fy ri. Arnbjørn Madsen, valevni Tjóðveldisfloksins Tryggleika framum ruðuleika Sitandi býráð - undir tjóðveldisleiðslu - hevur megnað at fingið kommununa úr tí fíggjarliga óføri, hon kom sær útí upp gjøgnum áttati-árini. Eftir drúgt og strævið upptak, ber nú av røttum til at siga, at skútan umsíðir aftur er fingin upp á rættkjøl. Uppskriftin hevur verið ein varligur fíggjarpolitikkur, har serligur dentur hevur verið lagdur á at fáa niðurgoldið skuldina sum skjótast. Uttan at neyðugt hevur verið at hækka skattaprosentið. Og hvussu væl hevur so hildnast? Jú, við árslok í ár er skuldin komin niður í eina helvt av tí, hon var fyri fýra árum síðani. Frá 1. januar 1997 til 31. desember 2000 er bruttoskuldin hjá Tórshavnar kommunu (og Tórshavnar havn) skerd við 319 milj. kr. - úr 643 niður í 324 milj. kr.! Úrslitið av hesum er, at skuldin fyri fyrstu ferð í mong, mong ár er minni enn eina álíkning (t.e. ein ársinntøka í skatti). Í sama tíðarskeiði eru skattaintøkurnar hjá kommununi øktar úr 258 milj. kr. til 336 milj. kr. Avrátt er við lánsveitararnar, hvussu restin av skuldini skal fáast út av verðini. Sambært hesum verður Tórshavnar kommuna at kalla skuldarleys um níggju ár (og Tórshavnar havn um 15 ár). Restskuldin hjá kommununi sjálvari verður um ársskiftið 234 milj. kr. brutto og hjá Tórshavnar havn 90 milj. kr. Sambært uppskotinum til fíggjarætlan fyri næsta ár, ið verður lagt fram í næstum, skal kommunan rinda góðar 50 milj. kr. tilsamans í lánsgjøldum næsta ár. Hetta svarar til 13 prosent av fíggjarætlanini. Ætlanin er, at kommunan í framtíðini í mest møguligan mun sjálv skal fíggja neyðugt gjaldføri til íløgur. Raksturin skal hinvegin sjálvandi altíð fíggjast av skattainntøkunum. Umráðandi er, at sami skynsami fíggjarpolitikkur, ið hevur sermerkt hetta valskeiðið, heldur fram næstu árini - og her hevur tað stóran týdning, hvør ið er róðursmaður. Vandi er í hvørjari vælferð, og tí ræður um - fyrst og fremst hjá veljarunum - at forða fyri, at politikarar sleppa framat, ið ikki hava rætta hugburðin á hesum øki. Fáa hesir makt, sum teir hava akt, ja, so er sanniliga orsøk til at stúra fyri, at ólag skjótt kemur í aftur. Og at neyðugt veruliga er at vera á varðhaldi, fáa vit sjón fyri søgn um í hesum døgum bæði í bløðum og á heimasíðum. Hygg bara, hvussu tey ymsu valevnini blaka um seg í allar ættir við gyltum lyftum, sum tey siga seg vilja seta í verk her og nú - uttan at greiða nærri frá, hvussu alt hetta skal fíggjast. Við slíkum politikarum á odda er fryktandi fyri, at ikki slepst undan nógv hægri skattaprosenti. Til ber nevniliga ikki longur (smbrt.nýggju kommunulógini) at hava størri skuld enn eina álíkning, uttan loyvi frá landsstýrinum - og harvið seta kommununa undir umsiting. Tað kann eg illa ímynda mær, at veljarin er áhugaður í. Hann velur sjálvandi - eins og undirritaði - tryggleika framum ruðuleika. Umsett til vanligt havnarmál merkir hetta, at vit eiga at halda fram við at útbyggja og menna kommununa og kommunalu tilboðini eftir nøkulunda sama skilagóða leisti, ið hevur verið lykilin til framburðin seinastu fýra árini. Vinarliga Leivur Hansen, borgarstjóri Miðvísur ungdómspolitikkur Í Havn er ein heilur hópur av ymiskum áhugafeløgum fyri ung, sum hvørt í sínum lagi gera eitt stórt arbeiði. Hesi feløg eru í flestu førum borin uppi av sjálvbodnari og óløntari arbeiðsmegi, og í ávísum førum við einum minni fíggjarligum ískoyri frá býráðnum. Hetta er alt mikið gott og heldur vónandi fram, eisini við einum ávísum stuðli úr kommunukassanum. Men tað er kortini ikki nóg mikið. Býráðið eigur at seta sær fyri at reka ein miðvísan ungdómspolitikk, har íløgur verða settar av á langtíðar fíggjarætlanini. Tiltakið við Margarinfabrikkini í miðbýnum í Havn varð sett í verk fyri nøkrum árum síðani. Býráðið leggur hús til og rindar ávísar fastar útreiðslur umframt løn til starvsfólk. Tiltøkini í húsinum verða fyriskipaði av starvsfólkunum, og ikki minst saman við ungdóminum sjálvum. Tað er altavgerandi, at tey ungu fáa holla vegleiðing í teimum tiltøkum, sum fara fram í einum tílíkum ungdómshúsi, uttan at talan er um stýring. Endamálið má vera, at tey ungu fáa møguleikar at menna seg, soleiðis at tey sjálvi kunnu standa fyri tiltøkum av ymiskum slag. Tað tykist, at hendan roynd er komin fyri at vera, og tí eigur býráðið framhaldandi at veita sín stuðul. Eitt tiltak, sum minnir um tað við Margarinfabrikkini, var ungdómshúsið Skansastova. Til tíðir var sera stórt virksemi í Skansastovu, og til aðrar lítið og einki til tað datt niðurfyri. Høvuðsorsøkin til, at virksemi var so ymiskt, og til endans datt niðurfyri, hevur uttan iva verið, at alt arbeiði var treytað av sjálvbodnari arbeiðsmegi. Og tað er júst hetta, sum er aðalmunurin við Skansastovu og Margarinfabrikkini er. Eisini umstøður í útjaðaranum Tað er ikki nógmikið, at ungdómurin hevur ítrivsmøguleikar í miðbýnum, og tí eiga umstøður eisini at skapast í útjaðaranum - í teimum ymisku íbúðarøkjunum. Tað hevur við sær størri trivnað og møguleikar í heimliga umhvørvinum og tekur harafturat eisini óttan hjá mongum foreldrum burtur av tí at børn og hálvvaksin mugu leita sær oman í býin, tí umstøður eru ikki í heimliga umhvørvinum. Trivnaðarmøguleikar hjá ungum sum eldri eiga at vera ein heilt natúrligur partur í einhvørjari útstykking. Bæði teimum verandi og teimum sum nú eru á tekniborðinum. At komandi ítróttarhøllin verður løgd í Hoyvík er tí eitt gott stig á hesi leið. Tórfinn Smith, býráðslimur og valevni Vælkomin Kollafjørður Nú Kollafjørður og Havnin fara í kommunufelagsskap verða nógvar uppgávur, sum vit skulu loysa í felag. Fólkaflokkurin hevur altíð verið fúsur til at lagt lunnar undir føroyskt vinnu- og mentanarlív. Fyrsti formaður floksins var Jóannes Patursson - eitt menniskja, sum skaraði framúr alt lívsskeið sítt og hvørs navn stendur skrivað í Føroya søgu fyri allar tíðir. Fólkaflokkurin vil vera við til at skapa eitt gott samstarv í høvuðsstaðarøkinum. Ein triðingur av Føroya fólki býr her og umráðandi er at vit skapa øllum eitt so gott inntøkugrundarlag sum yvirhøvur gjørligt. Hetta hevur týdning fyri allar Føroyar. Fólkaflokkurin vil stuðla øllum, sum vilja skapa nakað her í høvuðsstaðarøkinum. Vit vilja stuðla teimum, sum vilja skapa arbeiðspláss, skapa inntøkur fyri Føroyar, økja um okkara kunningartøkni, skapa vinnu innan handverk og mangt, mangt annað. Fyrsta fortreyt fyri at tosa um barnarøkt, eldrarøkt og aðrar sosialar trygdir er at vit hava eitt gott inntøkugrundarlag í høvuðsstaðarøkinum. Hesum vilja vit virka fyri. Vinarligast Bjarti Mohr, valevni hjá Fólkaflokkinum Jazz, yes Tórshavnar Jazz Fólka & Blues Festivalur hevur ein sera stóran týdning fyri Havnina. Umframt tað stóra tónleikarliga innihaldið hevur stevnan nógv at siga fyri vinnulívið og ferðamannavinnuna í Tórshavn. Í hesi skjótt nógvu árini vit eru ríkaði við hesari stevnu koma nógv nøvn fram fyri ein : Cornelius Wreswick, Sven Bertil Taube, Kim Larsen, Bjørn Afzelius, Hanne Boel, og øll hini næstan 2000 listarfólkini sum hagartil hava verið við á hesum stevnum og sum hava havt eina stóra kveikjandi ávirkan á okkara føroysku tónleikarar og gospelsangarar. Tað er tí sera ørkymlandi at hoyra at Norðurlandahúsið hevur í umbúna at broyta Jazz stevnuna. Hetta kann Havnin og Býráðið ikki lata sær lynda ! Komandi Býráð eigur aktivt at stuðla framhaldi av hesari stevnu sum ídag er ein partur av okkara mentunarlívi og handilslívi og sum skal og eigur at halda fram og mennast í mong ár afturat. Johan Mortensen Valevni til Býráðsvalið fyri Tjóðveldisflokkin Kollafjørður hevur tørv á útstykkingum til sethús Ein kommuna hevur ymiskar uppgávur. Ein av teimum, sum eg her vil taka fram, er tann at virka fyri at ungfólk hava møguleikar at seta búgv. Vanliga hevur kommunan her verið við tá økir blivu útstykkjað. Kommunan hevur gjørt økið búgvið og síðan selt stykkir, sum skulu byggjast á innan rímuliga tíð. Í Kollafirði eru nakrar kommunalt fyriskipaðar útstykkingar. Hesar eru nú stórt sæð fult bygdar. Tí verður neyðugt at fáa nýggj øki til sethús. Hetta verður so ein uppgáva hjá komandi býráð at vera við í. Eitt, sum eisini nokk má takast við, er, er at íbúðarmynstrið broytist - eisini í Kollafirði. Ein komandi útstykking kundi havt møgleika fyri sambygdum húsum - tvey ella fleiri. Eisini húsum, sum eru egnað til eldri at kunna yvirtaka í staðin fyri tey kanska í so stóru, tey sita við í dag og sum fella teimum so tung at halda. Hesin møguleiki eigur eisini at vera við í komandi ætlanum. Terje Davidsen, valevni á sambands- listanum til Tórshavnar býráð Framskygdar íløgur Fyribyrging er framskygd íløga, men samansett øki at raðfesta. Nøkur siga fyribyrgingina hava spælt fallit. Tað er ikki rætt, men tað kann gerast betur. Ein fyribyrgdur trupulleiki sæst sjálvandi ikki. Tað kann verða ringt at fáa játtan >>til einki<<. Trúvirðið spolerast eisini av lítið virksomum tiltøkum. Alt er sjálvandi ikki svart/hvítt, men kanningar uttan uppfylging og problemloysing nytta lítið. Primær fyribyrging er at nýta orku til ikki komnar hendingar, sum endamálið er at útseta ella sum helst als ikki skulu koma. Sekundær fyribyrging snýr seg um trupulleikar, sum verða hildnir niðri í álvarsemi og fyri at teir ikki skulu koma aftur. Tað eru góðar grundir til at skjóta upp eina framskygda økisterapi. Eina verkætlan, sum eftirhondini verður ment við nógvum streingjum. Londini uttan um okkum hava fyri langari tíð síðani byrjað líknandi veitingar til sínar borgarar. Í londum, sum vit samanbera okkum við, er økisterapi eitt ábyrgdarøki hjá kommununum. Býtið av eldraøkinum millum land og kommunur er í løtuni á dagsskrá hjá okkum. Vónandi vilja luttakararnir í bólkinum, sum viðgera málið, taka hetta brævið í álvara. Økisterapi eigur at fevna um allar aldrar og samfelagsliga víða. Smábørn, skúlabørn, vinnulívið umframt sjálvandi eisini tarnað og tarnaðarhótt í øllum aldri. Vónandi fær Tórshavnar Kommuna sítt eldraøkið at umsita og at neyðugu pengarnir sjálvandi fylgja við. Men framskylgdu íløgurnar mugu ikki steðga har. Jónas Johnsson, valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Tað hevur ofta verið strævið Liðskiparin hjá KÍF, Petur Martin Johansen, heldur størstu einstøku orsøkina til væntandi úrslit felagsins vera, at eingin ítróttahøll er tøk. Tá hendan er liðug, er hann ikki í iva um, at felaið fer at fáa meira burtur úr ungu leikarunum í bygdini Hann hevur roynt eitt sindur av hvørjum, Petur Martin Johansen. Síðani hann sum 17 ára gamal fyri fyrstu ferð slapp at royna seg á besta mansliðnum hjá Kyndli, hevur dystartalið verið stórt. Eftir tvey ár í Havnini fór hann aftur til barndómsfelagið, KÍF, og tað er eisini í samband við KÍF, at fólk flest bera kenslu við navn hansara. Samanlagt er tað blivið til 20 ár á hægsta støði fyri hansara viðkomandi, og hóast tað neyvan verða 20 ár afturat, so hevur hann enn ongar ætlanir um at steðga. Gjøgnum ár og dag er tað sjálvandi vorðið til eitt sindur av hvørjum. Dystir og felagsarbeiðið hava sjálvandi givið hópatals royndir, og fyri at frætta eitt sindur um alt hetta, høvdu vit nú eitt kvøldið sett honum stevnu heima í Kollafiriði. Byrjaði í Kyndli Sum nevnt, so byrjaði tíðin í fremstu hondbóltsrøðini við Kyndli, hóast tað er úr KÍF, at fólk flest við navn hansara. Hetta hevði tó sínar náttúrligu orsøkir, og sjálvur greiðir Petur Martin nakað soleiðis frá. Orsøkin til, at eg kom at spæla við Kyndli, var at mamma mín arbeiddi í Havn, og tí flutti eg til Havnar, har eg so kom at spæla við Kyndli. Sum 21 ára gamal var eg so aftur at síggja í KÍF, tó at eg fyrsta árið spældi við Kyndli, meðan KÍF var í triðju deild. Árið eftir varð eg so spælandi venjari, meðan KÍF var í aðru deild, og eisini her eydnaðist okkum at flyta upp, og síðani havi eg so spælt í fyrstu deild. Tó undantikið eitt ár, har vit vóru í aðru deild og vendu. Tilsamans er tað so blivið til heilt nógvar dystir. Tað hevði verið stuttligt at vita, hvussu nógvar dystir og hvussu nógv mál talan er um, men tað havi so ikki ánilsi fyri. Spurdur um tað ikki var trupult at spæla við Kyndli, samstundis sum hann var venjari hjá KÍF, svarar hann, at tað heldur hann ikki. Tá var ikki gjørt so nógv við venjingina. Eg haldi vit vandu einar tvær ferðir um vikuna, so tað var yvirkomiligt fyrsta árið. Seinni varð tó lagt meira fyri, og tá hevði tað sjálvandi ikki verið nakar møguleiki. KÍF er væl fyri Ofta hoyrast umboð fyri ymsu feløgini tosa um, hvussu tungt tað er at reka eitt ítróttarfelag. Tey, sum kanska rópa harðast, eru tey stóru feløgini, men støðan er allarhelst ikki betri í smærru feløgunum. Nei, tað er strævið. Ræðuliga strævið. Størsti trupulleikin hjá okkum er so avgjørt, at vit ikki hava nakra høll her í bygdini. Tað er eins, og vit einki hava at standa saman um, tá so er. Til hvønn dyst og hvørja venjing skulu vit av bygdini, og ikki minst hjá yngru liðunum er hetta ein ring støða. Seinastu tíðina hava vit tíbetur ikki havt trupulleikar at fáa venjarar til hesi, men trupulleikarnir eru kortini stórir. Spælararnir skulu flytast til og frá venjing, og tað kann eisini verða strævið hjá foreldrunum. Kanska eru tey noydd at koyra til Vestmanna fleiri ferðir um vikuna, og ikki altíð er veðrið so gott, og tá sita tey kanska bangin heima, tí vegurin til Vestmanna er iki av teimum bestu um veturin. Tíbetur kann eg tó siga, at vit hava fingið góða hjálp í so máta, og eg haldi meg kunna siga, at foreldrini í nógv størri mun hjálpa til, enn tey gjørdu fyri fáum árum síðani. Eisini er neyðugt við góðum fíggjarligum stuðlum, og her hava vit eisini verið sera heppin seinnu árini, har vit ikki hava nakað serliga torført við at fáa sponsorar. Eg haldi, at tað í stóran mun veldst um, hvørji fólk man hevur í nevndini. Tað er neyðugt, at hetta eru vaksin fólk, sum eisini hava góðar kontaktir við vinnulívið, og tað hevur tað verið hjá okkum síðstu árini. Sostatt er KÍF í dag ikki eitt felag, sum er illa fyri. Hetta merkir tó ikki, at vit leikarar fáa nakra samsýning aftur fyri at spæla. Einasta leikarin, sum fær pening, er leikandi venjarin, Dura Tomic. Høllin alstóran týdning Omanfyri nevndi Petur Martin, hvussu tungt tað er, tá felagið ikki hevur egna høll. Sum kunnugt, so gongur tó ikki alt ov long tíð, áðrenn ein slík er í Kollafirði, og Petur Martin er ikki í iva um týdningin, sum hendan kemur at hava. Høllin kemur at hava stóran týdning. Tað vísir seg, at orsakað av trupulleikunum við at sleppa til og frá venjing, so verður tað ofta torført at halda spælarunum til. Eisini tí vit yvirhøvur hava ov fáar venjingartímar. Serliga er hetta galdandi hjá yngru liðunum. Tey sleppa kanska ikki at venja í høll fyrr enn tey eru 16 ára gomul, tí fram til tá verður fimleikahøllin í skúlanum nýtt. Tá so trupulleikar við ferðing og annað stinga seg upp, verður fráfallið aloftast ov stórt, og hetta hevur eitt lítið felag als ikki ráð til. Tað vísir so eisini, at vit skulu vera fegnir, um vit fáa ein fyrstudeildarleikara burtur úr hvørjum árgangi, og tað er altso ov lítið, um vit skulu standa okkum í kapping við bestu liðini. Tað vísur seg eisini, at vit ofta hava havt góð úrslit í yngru deildunum, men burtur úr hesum koma alt ov fáir leikarar ígjøgnum til vaksnamannadeildirnar. Nakað, sum ivaleyst verður betrað, tá vit fáa okkara egnu høll. Væntandi hallarumstøðurnar eru allarhelst ein av høvuðsorsøkunum til, at tað ikki er komið meira burtur úr hjá KÍF seinnu árini. Samanhaldið hevur verið gott Gjøgnum hesi 20 árini, sum hann hevur verið við í fremstu røð, hevur Petur Martin sjálvandi fingið eina rúgvu av góðum minnum. Spurdur, um tað er nakað, sum kanska liggur serliga frammaliga í huga, er hann tó eitt sindur í iva. Eg veit ikki rættiliga, hvat eg skal siga. Nakað av tí mest positiva, sum hevur sermerkt okkara lið, er góða samanhaldið, sum altíð hevur verið galdandi. Tað ger tað eitt sindur hugaligari, tí vit royna altíð at hava tað stuttligt á vøllinum, heldur enn at ganga og skelda hvønn annan. Serlig minnir annars veit eg ikki. Í 1986 gekk tað øgiliga væl hjá okkum. Tá gjørdust vit nr. 3, eins og vit vóru í steypafinaluni. Ikki tí, vit hava vunnið fleiri bronsumerki, og eisini okkurt silvurmerki, men tað árið vóru vit við í toppinum alt árið, og tá er tað sjálvandi hugaligt at spæla. Ivaleyst er munur á hesum minnum, og so støðuna, sum KÍF hevði á stigatalvuni í fjør, og hesum ásannar veteranurin eisini. Jú, árið í fjør var stríggið. Munurin á liðunum var alla tíðina stórur, men tað, sum serliga hevði týdning hjá okkum, var at vit høvdu mist týðandi leikarar. Serliga hugsi eg um Eddie, sum so at siga hevur verið álitið hjá okkum í fleiri ár, men sum nærum ikki var við í fjør. Hetta gjørdi, at vit ongar skjúttar høvdu, men tað verður so vónandi betri í ár. Kann geva nógv At støðan við skjúttum verður betri, kemst eisini av, at umframt at Eddie Joensen nú aftur er tøkur, hevur felagið eisini fingið útlendskan venjara. Eg haldi okkum vera hepnar, at vit hava fingið fatur í júst Dura, og tað er einki at ivast í, at leikandi venjarin kann læra eina rúgvu frá sær til leikararnar. Serliga eigur hetta at koma yngru leikarunum til góðar, og hann er jú eisini venjari hjá unglingaliðnum. Okkum eldri veit eg ikki, um hann kann læra so nógv. Jú, tað kann hann sjálvandi, men hinvegin er tað heldur torførari at broyta okkara spælihátt. Nú havi eg t.d. sjálvur spælt hondbólt í eini 30 ár alt í alt, og so er tað heldur torført at broyta hugburð, rennimynstur og annað. Eigur at menna leikararnar Hóast Petur Martin í fleiri ár taldist millum bestu leikarar í landinum, so hevur hann ongantíð kunna breggja sær av, at vera landsliðsspælari. Orsøkin til hetta er tó partvíst av egnum ávum, tí boð hava onkuntíð verið eftir honum, men áhugin var tá ikki nóg stórur. Tú kanst gott siga, at eg ikki vildi ofra tað, sum kravdist, til at eg skuldi spæla á landsliðnum. Eg fekk boð til venjingar meðan Hanus Joensen var venjari. Eg haldi tað var í '86. Eg hevði akkurát bygt, og helt sum heild, at eg ikki hevði nóg góða tíð til landsliðið. Seinni fall alt við landsliðnum niðurfyri, og so gjørdist tað ikki aktuelt aftur. Í dag angri eg kanska eitt sindur, at eg ikki tók av hesum møguleika, men tað er so einki við at gera. Nú er arbeiðið við A-landsliðnum so aftur um at koma í fasta legu, og Petur Martin er heldur ikki í iva um, at hetta fer at menna hondbóltin í heimligu kappingini. Sjálvur verið eg so ikki aktuellur til landsliðið nú, men tað átti at verið nakað, sum eggjaði ungu leikarunum. Hevur tú avbjóðingar, sum menn vilja verða ein partur av, so er hetta sjálvandi mennandi hjá leikarunum. Tað ger, at teir leggja meira fyri til venjingar, og av tí sama verða einstøku leikararnir og kappingin sum heild eisini betri. Spælur nakað afturat Nú eru skjótt stundir at gevast við prátinum okkara millum, sæst á klokkuni. Sama er tó ikki galdandi fyri hondbóltsleiðina hjá KÍF veteraninum, tí tá vit spyrja, hvussu leingi hann ætlar at halda áfram, er einki ítøkjuligt svar í eygsjón. Eg havi ofta hugsað, at nú havi eg verið við nóg leingi, og at nú er tíð at gevast, men hugurin kemur tó altíð aftur. Um kroppurin heldur til tað, so spæli eitt sindur afturat, men akkurát hvussu leingi dugi eg slettis ikki at siga. Hóast nakað av kaffi enn er eftir í kannuni, so er hetta prát okkara nú komið at enda. Liðfelagin ígjøgnum nógv ár, Jákup Dam, stendur í durinum og bíðar, og enn eitt venjingarkvøld stendur fyri framman. Eitt av teimum drúgvu skilst, tí tá ferðingin inn á Skála og aftur er íroknað, fer tímatalið at nærkast fýra fyri hesa venjingina. Soleiðis verður eisini hendan veturin á tamb, men so er eisini nokk. Komandi vetur verður vant í Ítróttahøllini í Kollafirði. PROFIL: Petur Martin Johansen Føddur 28. oktober 1962 Kom sum 17 ára gamal á besta mansliðið hjá Kyndli, har hann var við til at gerast føroyameistari Bert 19 ára gamal gjørdist hann venjari hjá KÍF, samstundis sum hann leikti við Kyndli. Árið eftir var hann leikandi venjari Flutti upp úr 3. deild við KÍF fyrsta árið sum venjari. Árið eftir við til at spæla liðið upp í 1. deild Royndi fyri fyrstu, og higartil einastu ferð, at flyta niður í 1995, men var árið eftir við til at spæla KÍF upp aftur í bestu mansdeildina Spælt við KÍF, síðani hann í 1982 gjørdist venjari hjá felagnum Býr í dag í Kollafirði, har hann eisini hevur egna virkið sítt, Fa. Billutir. Daewoo Marathon-Cup Leygardagin 21. oktober verður fjórða og seinasta umfar av Daewoo Marathon Cup á Kambsdali. Tey trý undanfarnu umførini vóru 12. august í Klaksvík (5km), 19. august í Havn (21,1km) og 16. september á Toftum (10,5km). Og nú verða so teir seinastu knappliga 5,6 km, sum mangla í eitt heilt marathon, runnir á Kambsdali. Renningin leygardagin byrjar kl. 12 og verður runnið runt á Kambsdali. Tilmelding, startur og mál verður við bygningin hjá Esmar Simonsen. Luttakarnir verða bidnir um at tilmelda seg í góðari tíð áðrenn kappingin byrjar. Støðan áðrenn seinasta umfar er tann, at hjá kvinnunum er Rigmor N. Joensen úr Bragdinum á odda. Hon hevur higartil brúkt 2 tímar 28 minutir og 5 sek. Nr. 2 er Brindis Weihe eisini úr Bragdinum, sum hevur brúkt 3 tímar 27 minuttir og 52 sek. Nr. 1 hjá monnunum er Guttorm Sørensen úr Treystinum, sum higartil hevur brúkt 2 tímar 10 minuttir og 35 sek. Nr. 2 er Cecil Weihe úr Bragdinum, sum hevur brúkt 2 tímar 18 minuttir og 30 sek. Og nr. 3 er Sølvi R. Hansen úr Roysninum, sum hevur brúkt 2 tímar 20 minuttir og 11 sek. So tað kann ikki væntast nøkur stórvegis broyting í oddinum. Higartil eru tað 2 kvinnur og 10 menn í hava gjøgnumført øll umførini. Í samband við renningina leygardagin verður eisini skipað fyri renning fyri børn. Tey verða býtt í 3 aldursbólkar: undir skúlaaldur, 1.-3. flokk og 4.-6. flokk. Børn undir skúlaaldur byrja kl. 12.30, børn 1.-3. flokk kl. 12.45 og børn 4.-6.flokk kl. 13.00. Barnarenningin er fyri bæði gentur og dreingir, og verða heiðursmerkir latin til nr. 1, 2 og 3 hjá bæði gentum og dreingjum. Børnini verða eisini biðin um at tilmelda seg í góðari tíð áðrenn renningarnar byrja. Fyrireikarnir úr Treystinum, Roysninum og Bragdinum leggja dent á at renningin er fyri øll, og vóna teir at luttøkan verður eins stór sum hon plagar at verða. Rennikappingin leygardagin er samstundis seinasta rennikapping í ár. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Petur aftur til NSÍ Nú Trúgvi Mortensen hevur gjørt av gevast sum venjari, hevur NSÍ leita sær hjálp hjá einum gomlum kenningi Heimasíðan hjá NSÍ skrivar, at felagið nú hevur gjørt avtalu við Petur Mohr um at venja besta mansliðið komandi kappingarár. Petur er ikki nakar nýggjur maður í felagnum, men hevur í trimum umførum áður vant besta mansliðið, so fyri fleiri, ella teir flestu, av leikarunum, verður talan so avgjørt ikki um nakra kollveltandi broyting. Við NSÍ heimasíðuna sigur Petur, at hann sjálvandi hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvussu hann ætlar sær at fara í holt við uppgávuna, men at hann tó ætlar sær at tosa nærri við spælararnar, áðrenn hann fer at úttala seg nærri um hetta. Skal ganga skjótt Petur hevur, tá hann fyrr hevur vant NSÍ, arbeitt nógv saman við teimum venjarum, sum hava verið seinnu árini, og tí kann ikki roknast við, at nakrar kollveltandi broytingar verða gjørdar í spælistílinum hjá liðnum. Hetta merkir ivaleyst, at NSÍ eisini komandi árið fer at royna at spæla skjótan og ágangandi fótbólt, har roynt verður at koma skjótt fram til avslutningar, tá liðið hevur bóltin. Ein spælistílur, sum í øllum førum oddaliðini kunnu skriva undir uppá, er sera effektivur, tá lagið er hitt rætta. Hinvegin verður tað helst eisini uppgávan hjá Peturi at fáa liðið at spæla meira roknandi fótbólt, soleiðis at úrtøkan móti á pappírinum veikaru liðunum eisini verður nóg góð. Júst hetta var fram um nakað annað tað, sum í fjør kostaði NSÍ møguleikan fyri at røkka europeiskum fótbólti. Umframt at hann hevur verið venjari hjá NSÍ, hevur Petur eisini vant onnur føroysk lið. Úrslitaliga varð besta árið 1991, tá hann saman við KÍ vann FM-heitið. Hetta kappingarárið hevur hann verið venjari hjá ÍF, sum gjørdist nummar tvey í aðru deild. Hoydalskapur Fullveldisserfrøðingur metir tað geva samgonguni eitt betri samráðingarúrslit, um semingsmaður verður nýttur, ið hvørki tosar ella skilir danskt Mentanarvirðislønin latin Ingálvi av Reyni Mentanarvirðisløn Landsins verður í ár latin Ingálvi av Reyni, myndlistamanni. Virðislønin er kr. 150.000,- Landsstýrismaðurin í mentamálum letur Mentanarvirðisløn Landsins eftir tilmæli frá nevnd umboðandi føroysk listafólk. Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal virðislønarevnið hava skapað listarligt lívsverk á høgum listarligum støði ella hava skapað eitt ella fleiri listarlig avrik, ið gera, at viðkomandi má haldast at hava uppiborið ein heiður sum Mentanarvirðisløn Landsins. Nevndin, ið sambært reglugerð ger tilmæli til landsstýrismannin, sigur m.a.í grundgeving síni: Ingálvur av Reyni hevur í myndlist síni víst á nýggjar leiðir og flutt mørk sum fáur. Sterku og eyðlýstu komposisjónir hansara og fjølbroytta avrik eru vitnisburðir um listamann, ið hevur sett sær høg mál og ásannað, at í listini eru einans tey strangastu krøv galdandi. Við trúfesti sínum ímóti sannari list hevur hann hesa seinastu hálvu øldina verið eitt fyridømi fyri øll føroysk listafólk. Mentanarvirðisløn Landsins verður handað á almennum hátíðarhaldi, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið skipar fyri í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 30. oktober kl.20.00. Tróndarson - sveinur@sosialurin.fo Fyrsta føroyska íløgufelagið stovnað Kaupthing Føroyar hevur, saman við Sparikassanum og øðrum, stovnað fyrsta serføroyska íløgufelagið. Eitt av endamálunum er at seta ferð á føroyska virðisbrævamarknaðin, tá hann kemur, men í fyrsta umfari verður hugt út um landoddarnar Sveinur Tróndarson Fyrsta serføroyska íløgufelagið er nú stovnað. Fyri kortum tók Kaupthing Føroyar stig til at seta á stovn Íløgufelagið Kaupthing Føroyar Invest, og tá reglugerðir og annað er góðkent einaferð í desember, verður farið ígongd við at selja íløguprógv. Á tíðindafundi í hølunum hjá Kaupthing Føroyar í gjár, greiddi stjórin í Kaupthingi, Petur Holm frá íløgufelagnum, sum verður býtt í tvær deildir. Ein, sum skal gera íløgur í norðurlendsk partabrøv, meðan hin deildin skal gera íløgur í lánsbrøv í donskum krónum. Hóast felagið er stovnað sum eitt føroyskt felag, so er tað kortini ikki meira føroyskt enn so, at felagið í fyrsta umfari hevur heimstað í Danmark. Lóggávan, sum skal verða grundarlag undir slíkum feløgum her á landi, er ikki lýst, og enn vita aktørarnir á fíggjarmarknaðinum einki um nær henda lóggáva verður sett í gildi. Tí er felagið stovnað eftir danskari lóggávu og við heimstaði í Danmark. Altjóða felag Í lóggávuni fyri slík feløg, stendur, at minstaupphædd fyri íløgum er 10 milliónir í hvørjari deild. Hóast tað sjáldan plagar at vera nakar trupulleiki at røkka hesi upphæddini, so er ikki óvanligt, at fáa ein peningastovn at seta trygt fyri, at upphæddin verður seld. Hesari trygd er Sparikassin, sum eisini er samstarvsfelagið hjá Kaupthingi, komin við, og tað merkir, at verða bara átta milliónir seldar í íløguprógvum, so keypir Sparikassin tær seinastu báðar milliónirnar. Tá hugt verður eftir, hvussu nógv stendur á bók í føroysku peningastovnunum, so skuldi ikki fari at verið nakar sum helst trupulleiki, at fingið fatur á teimum 20 milliónunum, sum í minsta lagi skulu í felagið. Fyri at rudda allan slíkan iva burtur, er nevndin í felagnum manna við fólki frá altjóða deildum Kaupthings, sum á tann hátt, eisini fáa serligan áhuga fyri føroyska íløgufelagnum. Tí er heldur ikki óhugsandi, at útlendingar fara at keypa íløguprógv í >>føroyska<< íløgufelagnum, sum á tann hátt kemur at kappast við onnur íløgufeløg. Føroyski virðisbrævamarknaðurin Sum kunnugt hevur nógv verið tosað og skrivað um ein føroyskan virðisbrævamarknað. Hesin er á veg, men tað fer helst at taka nøkur ár, áðrenn hann fer at standa í fullum blóma. Á tíðindafundinum var ikki dult, at eitt av endamálum felagsins er, at virka á føroyska virðisbrævamarknaðinum fyri á tann hátt, at fáa gongd á eina menning av føroyskum vinnulívi. Bæði Peter Holm, Wilhem Petersen og Marner Jacobsen vístu á týdningin fyri virðisbrævamarknaðin, at hava eitt slíkt íløgufelag, sum skal gera íløgur í føroysk feløg, sum einaferð koma á marknaðin. Tað verður Kaupting Føroyar, sum skal hava raksturin av íløgunum hjá nýggja felagnum um hendi, um enn tað er nevnd felagsins, sum hevur Wilhem Petersen til formann, sum hevur ábyrgdina av felagnum. Íløguprógvini vera at fáa til keyps í Kaupthingi og í Sparikassanum. Eirikur Lindenskov - Eirikur@sosialurin.fo Volvo og Renault á aðrar hendur Eftir øllum at døma verður tað Gunnar Justinussen í Havn sum fer at selja Volvo og Renault, nú SP/F Brøður Petersen er farið í sjálvbodna likvidatión Sp/F Brøður Petersen á Hoyvíksvegnum í Havn er farið í sjálvbodna likvidatión, og virkið er latið aftur. Nýtt Volvo og Renault umboð í Føroyum verður eftir øllum at døma Gunnar Justinussen, sum rekur dekksøluna, Dekksentrið, á Hálsi í Havn. Tað er greitt, at Gunnar Justinussen hevur verið í samráðingum við SP/F Brøður Petersen um at taka yvir felagið, men roknskapurin var so vánaligur, at hesar samráðingar ikki førdu til nakað. Tí steðgaðu samráðingarnar, og felagið fór í sjalvbodna likvidatión. Tað tykist kortini greitt, at Gunnar Justinussen fer at taka yvir umboðið fyri Volvo og Renault. Pápi Gunnar, Osmund Justinussen, eigur handilsbygningin, ið hýsir bilasøluni P/F Meinhard Arge á Hálsi, sum selur Peugeot og Nissan. Sosialurin skilir, at hesin sáttmáli ikki verður brotin, soleiðis at bygningurin kann hýsa Volvo og Renault, men SP/F Meinhardt Arge húsast eisini í gamla bygninginum hjá Wenzel Petersen við Oyggjarvegin, sum tað felagið eigur, og er ætlanin at savna alt virksemið hjá P/F Meinhardt Arge har. Tí er ikki greitt, hvar Volvo og Renaultbilar fáast til keypst komandi dagarnar. Árnfjarðar nevnd Staðbundin nevnd skal nú veljast fyri bygdina Árnafjørð Eftir áheitan frá borgarum í Árnafirði, sum er partur av Klaksvíkar kommunu, hevur býráðið samtykt, at seta á stovn staðbundna nevnd fyri bygdina. Uppgávan hjá staðbundnu nevndini er at vegleiða, umrøða og gera tilmæli til býráðið í málum, sum hava við spurningar í Árnafirði at gera og soleiðis taka sær av áhugamálum í bygdini. Býráðið samtykti - áðrenn samtyktin varð sett í verk - at senda borgarunum í Árnafirði skriv við fyrispurningi um teirra áskoðan á eina møguliga nevnd fyri bygdina. Henda kanning vísti, at stórur meiriluti av borgarunum í bygdini tekur undir við ætlanini, og fyrireikar Valnevndin fyri býráðsval í Klaksvík nú hetta valið, ið verður samstundis sum býráðsvalið. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Fiskivinnuting í Norðurlandahúsinum Í dag skipar Føroya Ráfiskakeyparafelag fyri fiskivinnutingi í Norðurlandshúsinum. Evnið verður verður fiskaflutningur, sum nøkur halda kundi verið betri Evnið á ráðstevnuni verður flutningur sjóvegis og loftvegis, og spurningur verður settur, um vit kunnu fáa meira burturúr við at menna flutningskervið. Føroya Ráfiskakeyparafelag sigur, at "røddir hava verið frammi um, at flutningurin úr Føroyum, sum hesin er skipaður í løtuni, avmarkar víðari menning av vinnuni. Tí hevur Føroya Ráfiskakeyparafelag tikið stig til fiskivinnutingið, sum er ætlað at verða íblástur hjá teimum, sum fáast við flutning í Føroyum í dag". Tingið er fyrst og fremst ætlað fiski- og alivinnuni. Umboð fyri veiðuliðið, framleiðarar og útflytarar eru við á tinginum, og sjálvandi eru flutningsfeløgini eisini við á tinginum. Almenna umsitingin, sum í hesum føri er Vinnumálastýrið og Fiskimálastýrið, verður umboðað á ráðstevnuni. Skúlaflokkar hava víst tiltakinum áhuga, og næmingar og lærarar frá Fiskivinnuskúlanum og Handilsskúlanum verða millum luttakararnar. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Ung listafólk skulu sleppa framat Í løtuni eru fyrireikarar í ferð við at gera klárt til ungdómsstevnuna "Ung í Føroyum 2001". Hon skal eggja ungum listafólki at arbeiða meira miðvíst við teirra list Áhugin tykist vera stórur fyri ráðstevnuni, tí longu nú - fýra mánaðir áðrenn stevnuna - hava eini hundrað ung ringt inn og spurt seg fyri. Hetta eru fyrireikararnir glaðir um og hevur givið teimum blóð á tonna til at fara undir hetta arbeiðið. Stevnan er eitt norðurlendskt tiltak, og í okkara grannalondum eru eisini slíkar ungdómsstevnur. Har eru tær fyrst í ávísum økjum í londunum, og síðani verða nøkur vald út at fara á ta landsumfevnandi stevnuna. Haðani fara aftur nøkur til eina stóra norðurlendska stevnu, sum er fyri ung úr øllum Norðurlondunum. Tað eru Rakel Helmsdal úr Føroyum og Hedvig Westerlund úr Finnlandi, ið standa fyri fyrireikingunum av ungdómsstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum. Vilja stimbra tey ungu Høvuðsendamálið við stevnuni er at stimbra ung listafólk í teirra arbeiði. Ætlanin er ikki, at tey skulu fáa nágreinligar fyriskipanir, sum tey síðani skulu arbeiða eftir, men at tey sjálv skulu taka stig til at fremja egin hugskot. Fyrireikararnir leggja dent á, at øll skulu hava møguleikan fyri at taka lut í stevnuni. Ofta verður tónleikurin tikin framum, tá talan er um ung og mentan, men her skulu allar listagreinar umboðast. Stevnan skal skapa sambond millum ung, sum hava áhuga í somu listagrein, so tey seinni kunnu arbeiða saman á økinum. Ikki eru nógv listafólk í hasum aldrinum, sum fólk kenna til, og tí er tað umráðandi at tey kunnu arbeiða saman og geva hvørjum øðrum hugskot. Øll ung millum 13 og 18 ár eru vælkomin á stevnuna, og 3313 brævbjálvar eru sendir út til øll ung, sum eru í tí aldrinum. Luttakaratalið er tó avmarkað, tí pláss er bara fyri 60 ungdómum. Tí er best, um tey, ið vilja luttaka, hava okkurt hugskot um, hvørjum tey ætla sær at arbeiða við. Tey ungu verða býtt í bólkar eftir hvørjari listagrein tey vilja arbeiða innanfyri. Ætlanin er at býtið skal vera javnt millum listagreinarnar, aldur, kyn og bústaðarøki í Føroyum. Gularótin Eini tíggju av teimum 60 luttakarunum fáa eisini møguleikan at taka lut í eini norðurlendskari ungdómsstevnu, sum verður eftir nøkulunda sama leisti sum henda. Tey tíggju, sum kanska hava gjørt eitt dygdargott arbeiði, verða vald út. Henda ungdómsstevnan verður í Svøríki. Fyrireikararnir leggja dent á, at øll fáa nakað burturúr stevnuni. Tey fara at knýta nýggj vinabond og fáa avbera góðar umstøður at arbeiða við teirra list hetta vikuskiftið. Rakel Helmsdal sigur, at listarligt arbeiði verður ikki serliga nógv virt í Føroyum, og tað gera tey eina roynd at broyta við hesum tiltakinum. Tey skapandi evnini verða tí mangan forsømd. Tey ungu uppliva ofta, at ungdómsmentan og list ikki verða tikin í álvara, sigur Rakel Helmsdal. Á stevnuni fáa tey ungu møguleika at arbeiða saman við vaksnum, sum eru roynd á økinum. Tí fáa tey møguleikan at arbeiða meira professionelt við listini. Vár Jacobsen verður samskipari. Laufey Blaasvær verður í grafiska verkstaðnum. Skriviverkstaðnum stendur Rói Patursson fyri. Páll Danielsen tekur sær av sjónleikinum. Elsa Maria Bærentsen hevur dansin um hendi. Kári Jacobsen fer at leggja tónleikarunum lag á. Guðrið Poulsen fer at standa í verkstaðnum fyri myndlist. Sjónvarps- og videoverkstaðnum stendur Jákup Weyhe fyri. Stjórin í Norðurlandahúsinum, Helga Hjørvar, heldur, at eitt stórt tiltak sum hetta avgjørt hevur ligið á láni í Føroyum, og tað er tíð til at fara undir eina slíka ungdómsstevnu. Helga Hjørvar leggur afturat, at tey í Norðurlandahúsinum hava sera góðar royndir við ungdómi, og tí er tað ikki við bangnum sinni, at tey fara undir hesa stevnuna. Freistin at melda seg til er 15. november, og tá skulu tilmeldingarskjølini verða fyrireikarunum í hendi. John Johannessen - john@sosialurin.fo Eingin umbering til Høgna Jóannes Eidesgaard sýtir fyri at geva Høgna Hoydal og føroya fólki eina umbering fyri tað, hann segði um landsstýrið, tá tað vendi sær til ST í sambandi við samráðingarnar um fullveldi Formaður Javnaðarfloksins vil ikki geva Høgna Hoydal eina umbering fyri, at hann segði landsstýrið vera eina vittigheit, tá tað heitti á ST um at kanna møguleikarnar fyri at fáa ein triðja part upp í fullveldissamráðingarnar. Hetta ger Jóannes Eidesgaard greitt í opnum brævi til Høgna Hoydal í bløðunum í dag. Jóannes Eidesgaard sigur, at ein umbering er neyðug, um tú hevur borið teg skeivt at møti øðrum, og hann heldur, at tað ikki fer nakað av nøkrum okkara, um vit biðja um eina umbering, tá tørvur er á henni. Men hvørki tú, Høgni Hoydal, ella Føroya fólk, sum tú í reinari fáfongd hevur hug at seta líkheitstekin ímillum, fáa eina umbering frá mær um tað, sum eg havi sagt í ST-málinum ella øðrum málum av líknandi slag. Tey orð, sum eg havi sagt, tey standi eg við og vil fegin kennast við, sigur Jóannes Eidesgaard. Barnalótir Í brævinum finnist Jóannes Eidesgaard eins harðliga at Høgna Hoydal, sum Høgni Hoydal finnist at Jóannes Eidesgaard í brævinum, hann sendi út fyrr í vikuni. Jóannes Eidesgaard sigur seg ikki kunna taka Høgna Hoydal í fullum álvara, tá hann sendir út eitt alment bræv við yvirskriftini >>Eru føroyingar ein vittigheit ella ein serstøk tjóð?<<. Ta einu løtuna helt eg satt at siga ikki, at ein maður í tínum starvi ikki hevði stundir til slíkar barnalótir, sigur Jóannes Eidesgaard í brævi sínum. Hetta opna bræv títt er eitt týðuligt dømi um mann, sum ber seg desperat at. Væl kann tað vera, at tú sært, at títt fullveldisprojekt ikki ber á mál, men hóast so, so mást tú taka tað sum ein maður í staðin fyri at skjóta til høgru og vinstru, sigur Jóannes Eidesgaard. Formaður Javnaðarfloksins vísir Høgna Hoydal á, at hann heldur tað vera løgi, at samgongan altíð vil hava aðrar at siga okkum, hvørji vit eru. Í hesum sambandi sipar hann til frágreiðingina hjá Gudmundi Alfredssyni, ið staðfestir at Føroyar eru tjóð. Sjálvandi eru føroyingar ein tjóð, tað hava vit føroyingar altíð vitað. Men tá hesin spurningurin eftir øllum at døma er ein trupulleiki fyri teg og fyri Tjóðveldisflokkin, so kunnu tit sjálvsagt spyrja útlendingar. Men vælsignaðir menn gjaldið tað so sjálvir, sigur Jóannes Eidesgaard í brævinum til Høgna Hoydal. Vil ikki spyrja stjórnina Í almenna brævinum frá Høgna Hoydal til Jóannes Eidesgaard, heitti Høgni Hoydal á Jóannes Eidesgaard sum fólkatingslim, um at seta fram fyrispurning til donsku stjórnina, um hon metir Føroyar sum serstaka tjóð. Men hetta ætlar Jóannes Eidesgaard sær ikki at gera. Eg kundi tað sama spurt teir, hvat klokkan var. Hví skulu aðrir og helst útlendingar siga okkum tað, sum vit frammanundan vita? Er hetta eitt tjóðveldiskompleks, ella er hetta enn eitt dømi um politiska ómegd, spyr Jóannes Eidesgaard. Skulu vit tosa um eina umbering, so kundi tú hóskandi biðið Føroya fólk um eina umbering fyri, at tú saman við samgonguni hevur lagt alt vanligt politiskt arbeiði lamið nú í skjótt hálvttriðja ár. Tú kundi hóskandi biðið Føroya fólk um eina umbering fyri at hava bilt teimum inn, at títt fullveldi ongar avleiðingar fær av nøkrum sum helst slag, sigur Jóannes Eidesgaard við Høgna Hoydal. Formaður Javnaðarfloksins endar brævið við at heita á Høgna Hoydal um at gevast við at spæla politikk. John Johannessen - john@sosialurin.fo Løgmaður fær ongan kanningarstjóra Løgtingið samtykti í mikudagin, at eingir pengar skulu játtast løgmanni til at fáa ein løgfrøðing at gera eina niðurstøðu um embætisførsluna hjá Helenu Dam á Neystabø í pensjónsmálinum Vil løgmaður ikki taka eina støðu, um hvat skal skal henda við Helenu Dam á Neystabø í sambandi við embætisførslu hennara í pensjónsmálinum, hevur hann bert ein møguleika eftir. Løgmaður kann nú bert royna at fáa 13 tigmenn at heita á formansskapin í løgtinginum um at seta ein kanningarstjóra. Hetta gjørdist endaliga greitt á tingfundinum mikudagin. Á hesum tingfundinum samtykti løgtingið eitt broytingaruppskot frá fíggarnevndini til eykajáttanaruppskotið fyri september. Í broytingaruppskotinum mælir ein samd fíggarnevnd til, at strika umbidnu játtanina frá løgmanni, um at fáa 400.000 krónur til at gera eina løgfrøðisliga niðurstøðu í pensjónsmálinum. Tað var eisini eitt samt løgting, ið tók undir við hesum. Av teimum 28 tinglimunum, sum vóru á fundi, tá atkvøtt varð, atkvøddu allir fyri broytingaruppskotinum, og merkir hetta, at løgmaður ikki fær sett nakran løgfrøðing at gera eina niðurstøðu fyri seg. Tí er eisini lítið sannlíkt, at seinasti útvegur løgmans, sum er at fáa 13 tinglimir at heita á formansskapin um at fáa kanningarstjóra, fer at eydnast. Eydnast tað ikki løgmanni at fáa eina kanningarstjóra, er hann sambært stýrisskipanarlógini, sjálvur noyddur at meta um, hvørt málið skal fáa politiskar avleiðingar fyri Helenu Dam á Neystabø ella ikki. Skipbrotið fær ongar avleiðingar Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt av, at tað ikki skal fáa politiskar avleiðingar fyri Tórbjørn Jacobsen, at hann hevur fingið bót fyri at hava ábyrgdina av, at Halgafelli sakk í januar Á fundi millum ting- og landsstýrismanningina hjá Tjóðveldisflokkinum mikukvøldið gjørdi flokkurin av, at skipbrotið, sum Tórbjørn Jacobsen í januar var úti fyri og hevði ábyrgdina av, ikki skal fáa politiskar avleiðingar. Tórbjørn Jacobsen skal bert rinda bótina, sum er 7.000 krónur, og framhaldandi greiða almenninginum frá øllum lutum í málinum. Tjóðveldisflokkurin sigur seg í tíðindaskrivi vera samdan um, at tað er álvarsmál, um landsstýrismenn verða skuldsettir, ákærdir ella koma í rættin fyri brot á lóggávuna. Men samstundis vísir flokkurin á, at tað er neyðugt at skilja ímillum, hvat málið snýr seg um. Politisk meting Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, sigur í tíðindaskrivinum, at tað í slíkum førum, sum hesum, er umráðandi at gera sær nakrar spurningar greiðar, áðrenn støða verður tikin. Spurningarnir eru, um talan er um eitt mál, sum hevur við embætisførsluna hjá einum landsstýrismanni at gera, um talan er um brot á revsilógina, um talan er um brot á áðra lóggávu og um talan er um viljað, óviljað ella hediligt brot, um talan er um mál, sum eru avgreidd og kend ella talan er um annað, sum kann verða tyngjandi út frá eini politiskari meting. Tá hetta er gjørt, heldur flokkurin, at ein politisk meting í hvørjum einstøkum føri má gerast, um hvørt brotið er tyngjandi fyri ein persón, ein politikara og ein flokk. Tað er júst hetta, Tjóðveldisflokkurin í hesum føri hevur gjørt. Og niðurstøðan er, at tað í hesum føri er talan um eina hending, sum var alment kend og væl lýst, áðrenn Tórbjørn Jacobsen gjørdist landsstýrismaður, og sum einki hevur við hansara embætisførslu at gera. Málið kemur upp, tí talan eftirfylgjandi verður um skuldseting fyri óviljað brot á sjólógina í sambandi við skipbrotið, sum skiparin hevur tikið fulla ábyrgd av, sigur formaður Tjóðveldisfloksins í tíðindaskrivinum Í hesum sambandi vísir hann eisini á, at tað sambært upplýsingum frá Sjóvinnufyrisitingini er vanlig mannagongd, at skiparar fáa uppskot um bót í sambandi við skipbrot. Talan er um hendiligt og óviljað brot, sum ikki fær nakrar víðari avleiðingar fyri skiparan, vísir Høgni Hoydal á. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Familjuferðin strandaði í Tel Aviv Føroyska Ann-Britt Schiller og ísraelski maðurin hennara fóru fyri fýra vikum síðani til Ísraels fyri at lata tey trý bønini hjá sær uppliva landið í eina tíð. Men tey endaðu mitt í einum blóðugum stríði og eru strandað í Tel Aviv Ógvusliga stríðið millum ísraelar og palestinar hevur tveitt ein myrkan skugga yvir ferðina hjá Ann-Britt Schiller Israeli og hennara familju til heimlandið hjá manninum. Við sær hava Ann-Britt og maðurin Ronen allar tríggjar døturnar hjá sær, og óttin fyri ófriði og stríði hevur fingið familjuna at broyta ætlan fyri ferðina. Vit ætlaðu okkum at ferðast runt í Ísrael til skyldfólk, sum maðurin hevur ymsastaðni, men vit stúra so nógv fyri ófriðinum, at vit í løtuni halda okkum í Tel Aviv, her tað er friðarligt, sigur Ann-Britt. Men sjálvt um tað er friðarligt her, sum vit eru, so er ófriður á fólki, og tey stúra fyri, at veruligt kríggj skal bresta á. Fólk eru alla tíðina stand-by, og tey fylgja væl við tíðindunum í fjølmiðlunum. Á markinum til kríggj Umfatandi ófriður hevur seinastu vikurnar verið í sjálvstýrandi økjunum hjá palestinum, og hetta hevur eisini havt við sær eina sera spenta støðu í Ísrael. Nógv fólk hava latið lív seinastu vikurnar, og enn fleiri hava fingið skaða í samanbrestunum millum herfólk hjá ísraelum og palestinar. Ófriðurin hevur verið á markinum til veruligt kríggj, og í løtuni fer fram eitt umfatandi diplomatiskt virksemi fyri at fáa frið í lag og gongd á aftur friðartilgongdina í økinum, men hetta vísir seg at vera trupult. Herdeildir og stríðsvognar hjá Ísrael standa til reiðar við sjálvstýrandi palestinsku økini, og hóast ein lítil skái tykist hava verið í stríðnum farnu dagarnar, kann blóðuga stríðið bresta á aftur nær tað skal vera. Steina eftir bilum og bussum Ann-Britt og Ronen hava búð í Silkeborg farnu fimm árini, men tey hava tikið farloyvi í tríggjar mánaðir fyri at fara til Ísrael at vitja familjuna hjá manninum. Vit komu higar fyri fýra vikum síðani og rendu okkum so at siga beint í ófriðin, tí tað gingu bara nakrir fáir dagar til stríðið brast á. Tað er serliga í tí palestinska økinum, at stríð er, men tað er eisini ófriðarligt í arabiskum býarpørtum í Ísrael, og tað merkir gerandisdagin her, sigur Ann-Britt. Vit eru í grundini komin til Ísraels fyri at lata genturnar uppliva landið og at lata familjuna hjá manninum síggja børnini. Tí er tað sera óheppið, at vit enda beint í einum ógvusligum ófriði. Tær tríggjar genturnar eru fýra, sjey og níggju ára gamlar. Ein dagin, tá vit skuldu á ein marknað í Tel Aviv, koyrdi bussurin stóran umveg fyri at sleppa undan at koyra ígjøgnum ein arabiskan býarpart, har vandin allatíðina er fyri, at fólk steina eftir bilum og bussum. Við hvørt avlýsa bussar eisini túrar, so fólk merkja, at tað er ófriður í landinum, greiðir Ann-Britt frá. Avlýstu ferð norður í landi Ann-Britt og maðurin ætlaðu sær at vitja familju ymsastaðni í Ísrael, men í løtuni letur hetta seg ikki gera. Vit skuldu millum annað vitja eitt systkinabarn hjá Ronen, sum býr millum Jerusalem og Jeriko, men hann ringdi til okkum og mælti okkum frá at koma har, tí steinar, sum arabar høvdu tveitt eftir fólki og bilum, sløddust allastaðni. Skulu vit norður í landið, skulu vit koyra ígjøgnum arabiskar býarpartar, og tað kenna vit okkum ikki trygg við at gera. Vit royna at halda okkum burtur frá øllum ófriði. Vit hava tí valt at steðga á í Tel Aviv, her vit kenna okkum trygg, og vit royna at fáa sum mest burtur úr her, hóast ófriðurin higartil hevur oyðilagt nakað av ferðini hjá okkum. Vit vóna, at tað verður friðarligt aftur, so vit kunnu fara longur norður í landi at vitja fólk, sigur Ann-Britt. Vóna friður kemur í lag Familjan hjá Ann-Britt verður í Ísrael til síðst í november mánaði, og tey hava onga ætlan um at leita heimaftur til Danmarkar áðrenn ta tíð. Tað er sera keðiligt við hesum stríðinum, tí tað ávirkar fólk allastaðni. Fjølmiðlarnir gera nógv burtur úr, og tað eru nógvar eyka tíðindasendingar í sjónvarpinum, tí fólk mugu alla tíðina fáa boð um, hvat tað er sum hendir. Støðan er jú so hættislig, at nógv óttast, at veruligt kríggj skal bresta á, sigur Ann-Britt. Vit hava ikki merkt ófriðin beinleiðis, og vit hava tað gott her í Tel Aviv, men tað merkist allastaðni, at fólk kenna seg ótrygg við støðuna. Nú vóna vit bara, at friður kann koma í lag, so gerandisdagurin kann halda fram sum vanligt, og vit eisini sleppa at vitja familjuna har norðuri í landinum, sigur Ann-Britt Schiller Israeli Havnarútbygging á Skála Skála Kommuna víðkar havnarlagið niðan fyri byggihøllina hjá Skipasmiðjuni. Eisini verða nýggj vatnreinsiverk gjørd á Skála og í Skálafirði Skála: Skipasmiðjan á Skála fær betri umstøður at arbeiða upp á størri skip, nú havnarlagið verður víðkað niðan fyri byggihøllina. Tað er eftir ynski frá Skipasmiðjuni á Skála, at Skála Kommuna er farin undir at gera størri brygjupláss framman fyri byggihøllini, sigur Símun Pauli Berg, bygdarráðsformaður á Skála. Tað er soleiðis, sigur hann, at Skipasmiðjan gjørdi vart við, at tað var eitt sindur óarbeiðsligt hjá teimum, tá stóru trolararnir lógu við bryggju, og bæði fólk og útgerð skuldu flytast upp fyri skipssíðurnar, sum eru rímiliga høgar á hesum skipunum. Tað er nógv lættari og arbeiðsligari at leggja eina brúgv upp gjøgnum trolsliskuna á reyvini og so ganga tann vegin. Men hesin møguleikin var ikki á Skála, tí eingin krókur var at leggja skipini í, soleiðis at til bar at leggja hesa brúnna upp eftir hekkuni á skipunum. Nú er Skála Kommuna so í gongd við eina útbygging, sum fer at gera hetta møguligt, sigur Símun Pauli Berg. Framman fyri byggihøllini verða gjørdir 40 metrar av atløgubryggju innan fyri mittastu bryggjuna. Arbeiðið verður gjørt í tveimum stigum, og fyrra byggistig er komið nakað áleiðis. hetta fyrra byggistigið fer at umfata helvtina ella 20 metrar av bryggjukanti. Kanturin verður stoyptur inn eftir úr verandi pieri, og so verður fylt út innanfyri. Tá annað byggistig verður liðugt, røkkur nýggja bryggjan inn móti bedingini. Við nýggju bryggjuni verður rokkið út á seks metra dýpi. Neyðugt verður ikki at leingja pierin út eftir, sigur bygdarráðsformaðurin. Pierurin er nóg langur til, at øll skip, sum vanliga koma á Skála, kunnu liggja við hann. Tað er byggifelagið J&K Petersen, sum ger arbeiðið. Kostnaðurin fer at liggja um 1,6 millión krónur, sigur bygdarráðsformaðurin. Símun Pauli Berg, bygdarráðsformaður á Skála sigur, at tosað hevur verið um at dýpa turrdokkina hjá Skipasmiðjuni. Enn er einki ítøkiligt komið til Kommununa um tað, sigur hann. Men um so verður, verður eisini neyðugt at dýpa havnina uttanfyri. Tí tað ber ikki til at tey skip, sum skulu í dokk, ikki sleppa inn, tí ov grunt er uttanfyri. Men enn liggur tann ætlanin úti í framtíðini, sigur bygdarráðsformaðurin á Skála, hóast hann ikki metir, at hon er langt burtur. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá leiðsluni á Skipasmiðjuni á Skála, áðrenn blaðið fór til prentingar. Av øðrum virksemi hjá Skála Kommunu er vatnreinsiverk, sum skal gerast, sigur Símun Pauli Berg. Hann sigur, at reinsiverkið skal gerast liðugt í hesum árinum. Tað verða í grundini tvey verk, sigur hann. Eitt á Skála og eitt í Skálafirði, sum eisini hoyrir til Skála Kommunu. Nomatek hevur fingið hetta arbeiðið at gera, og tað fer at kosta umleið eina millión krónur, sigur Símun Pauli Berg, bygdarráðsformaður á Skála. Eirikur Lindenskov - Eirikur@sosialurin.fo Havnin umskapað í 20. øld Við meistarligu tekningum sínum vísir Palli Gregoriussen okkum, hvussu Havnin sær út í dag - og tann, ið vil vita meira um húsa- og staðarnøvn í Havn hevur stóra fragd av bókini, >>Tórshavn vár miðstøð og borg II<< Ivi man eigin vera um, at tær stóru og ørkymlandi broytingarnar, ið fóru fram tey seinastu áratíggjuni av 20. øld, hava umskapað og broytt Havnina og umhvørvið á heilt avgerandi hátt. Fólk, ið kanska hava verið útisetar eitt stutt tíðarskeið, hava ilt við at fóta sær og kenna seg aftur, meðan vit, ið liva her dagliga, ikki kenna hetta á sama hátt. Vit varnast tað ivaleyst, men ilt er hjá okkum at taka dagar ímillum. Vit kunnu bert ásanna, at so er. Soleiðis greiðir Palli Gregoriussen frá um bókina, >>Tórshavn, vár mistøð og borg<<, sum nú er at fáa í bókabúðunum. Palli er arkitektur og hevur teknað nógvar mætar bygningar, men seinastu árini hevur hann víst síni evni á listarliga økinum, eitt nú við stórverkinum um kirkjurnar. Í 1989 kom út fyrra bókin við tekningum úr Havnini. Hon var tá skrýdd við umleið 90 svørt/hvítum tekningum. Leingi hevur Palli ætlað at bókin skuldi koma útaftur - tó í meira bókakendum líki við litløgdum tekningum, sum í nýggja verkinum eru um 80 í tali. Palli sigur, at hugsanin upprunaliga var at lýsa, hvussu statt er í Havnini, nú vit fara inn í 21. øld. Tíðarskeiðið, tekningarnar fevna um, er 1994-2000. Til ber at siga, at bókin lýsir Havnina hetta seksára skeiðið. Bókin er skipað í fimm pørtum: Tinganes og gamla Havnin, havnarlagið, miðbýurin, uttan um miðbýin og uttan um Havnina. Eitt áhugavert við bókini er, at nøvn á húsunum eru undir øllum myndunum. Tann, ið hevur áhuga fyri húsum og býlingum í Havnini finnur stóra fragd í hesi bók, sum í so máta eisini kann brúkast sum uppslagsbók um hús í Havn - eitt gott ískoyti til søguna um Havnina. Fremst í bókini eru frágreiðingar til ymsu partanar í bókini. Greitt verður m. a. frá um Tinganes og gomlu Havnina, um havnarlagið, vágirnar báðar og fergumenninar, Dia við Stein, Tomm og Nikláa. Greitt verður frá um, hvussu miðbýurin tók at vaksa eftir at kongiligi einahandilin var tikin av í 1856. Sagt verður eisini frá traðarmonnunum og um, hvussu teir ognarleysu við lógini frá 1863 fingu høvi at keypa træðirnar, teir sjálvir høvdu lagt inn - og um risastóra Stóragarð, ið røkkur úr Válgaravík á Penapláss kring Havnina og út í Sandágerð. Bókin, sum er innbudin í stíva permu, kostar 280 krónur. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Ferðavinnan gevur pengar Ferðafólk brúka góðar tveyhundrað milliónir krónur árliga í samband við ferðing í Føroyum, sigur Bornholms Forskningscenter í kanning, sum varð almannakunngjørd mikudagin Ferðafólk, sum koma til Føroya, leggja væl av peningi eftir seg. Bæði við beinleiðis nýtslu í landinum, í samband við flutning og við arbeiði, tey skapa til aðrar veitarar, sum ferðavinnan brúkar. Nakað oman fyri 200 milliónir, verður mett í kanningini, sum var almannakunngjørd mikudagin. Bornholms Forskningscenter hevur gjørt kanningina fyri Ferðaráð Føroya. Úrslitið er frágreiðing í trimum bindum, sum varð framløgd á tíðindafundi mikudagin. Sum slíkum kanningum líkt, eru nógv tøl og nógvar talvur at lesa í frágreiðingini. Hóast sagt varð, at hendan frágreiðingin ikki bygdi á nágreiniliga tøl, men í ávísan part framrokningar av spurnarbløðum, eru tó rættiliga áhugaverdir upplýsingar hjá ferðavinnuni at arbeiða víðari við. Ikki tí. Ivaleyst hevur vinnan framman undan ein rímiliga góðan varhuga av tí, sum frágreiðingin staðfestir. Hvat tað er fyri fólkaslag, sum kemur hendanveg, hvussu leingi tey eru her, hvar og hvussu tey búgva og so framvegis. Tað er kanska eitt serligt fólkaslag, sum vitjar Føroyar. Sambært kanningini er meðalaldurin á treimum, sum vitja okkum 47,2 ár. 45% av teimum vitjandi eru millum 45 og 65 ára gomul. Men tað eru fólk, sum vita, hvat tey vilja, letur til. Tí ikki færri enn tveir triðingar av teimum vitjandi hava eina hægri útbúgving. Hinvegin siga tey, sambært kanningini, at hóast tey eru væl nøgd við tað, tey hava upplivað og fingið í Føroyum, ætla slakir tveir triðingar ikki at koma aftur. Ymiskt var, sum hetta varð skilt av fólki frá ferðavinnuni. Onkur helt tað vera løgið, meðan onkur helt tað vera óheppið. Borið varð saman við Bornholm, har tað vísir seg, at tað eru somu ferðafólkini, sum ganga aftur. Kanningin vísir kortini, at tað eru hóast alt nøkur ferðandi, sum ætla sær at koma aftur. 37% av teimum spurdu søgdu, at tað ætlaðu tey. Men víst varð eisini á, at tað er kanska ikki bara ringt, at fólk velja nýggj ferðamál. Tey, sum hava verið, og siga seg vera væl nøgd, kunnu virka sum góð reklama fyri onnur, sum so møguliga velja at koma hendanveg. Og sum Charlotte Rassing frá Bornholms Forskningscenter segði, skulu føroyingar ikki verða so harmir um, at somu fókini ikki ganga aftur. Ti tey doyggja einaferð, og tá er hóast alt gott, at onkur annar kemur at vitja. Tað vísir seg, at tað eru fólk, sum koma til eitt nú ráðstevnur, sum leggja flestar pengar eftir seg í Føroyum. Hetta verður hildið at koma av, at tey vanliga ikki gjalda ferð og uppihald sjálv. Tað ger ofta arbeiðsplássið ella tann, sum sendir tey á ráðstevnu, meðan vanligi ferðamaðurin, sum fyrst hevur brúkt pening til ferðina, seinni ansar eit sindur eftir, hvat brúkt verður. Nógv tann størsti parturin av ferðafólkinum, sum kemur hendanveg, kemur úr Danmark. Heili 68% eru danir. 17% eru úr hinum Norðurlondunum, meðan bara 5% eru týskarar, hóast tað fyri mong kann tykjast, sum teir eru nógvir her. 8% koma aðrastani úr Europa, meðan restin er bólkað undir einum. Tveir triðingar av ferðafólkunum, sum koma til Føroya, eru fólk, sum eru fyrstu ferð, meðan hin seinasti triðingurin hevur verið her fyrr, vísir kanningin. Grønt er gott fyri eygað Havnin er aftur í vøkstri. Nýggir bygningar verða reistir og nýggir vegir gjørdir. Meira asfalt, meira betong. Tá eiga vit at steðga á og spyrja: Hava vit tikið neyðug fyrilit til náttúru og umhvørvi? Rætt man vera at taka í egnan barm fyrst. Sitandi býráð er faðir at Tórsvølli. Sum eitt skrímsl er hann á at líta. Kanska ikki úr erva, men í øllum førum úr neðra. Fyrigevið okkum borgarar! Øllum átti tó at staðið greitt, at Gundadalur fór ikki at verða tann sami, tann dag hetta bygningsverk tók sæti í dalinum. Men fáur man hava ímyndað sær, at úrslitið gjørdist so grefligt. Um tað hevði verið stórt øðrvísi, um onnur tekning hevði ligið á borðinum, er tó ilt at siga. Lukkutíð er síðsta orðið ikki sagt. Risin má og skal hampast, og kanska meira enn tað. Fyri tað fyrsta er "verkið" ikki meir enn hálvgjørt, og fer liðugtgerðin óivað at bøta um støðuna. Tó eigur álvarsliga at verða umhugsað, um ikki størri tøk mugu takast. T.d. við at lækka niðara enda. Eg haldi annars, at býráðið í hesi setu hevur givið umhvørvinum gætur. Vit hava t.d. fingið tvær snøggar rundkoyringar, onnur á Hálsi, hin við SMS. Tær hava hepnast væl, ikki bara ferðslutøkniliga, men eisini til útsjóndar. Eftir mínum tykki er økið fram við SMS samstundis fríðkað munandi. Eg kundi hugsað mær at nevnt eitt annað dømi um hepna hond í sambandi við vegagerð. Vakra grótlaðingin fram við nýggja Marknagilsvegin áraka Svalbarðsvegin. Yvirhøvur er Ringvegurin á góðari leið. Tá ið teir síðstu tilkoyringarvegirnir eru komnir uppá pláss komandi ár, fer samstundis at verða hampað um á síðsta parti av ringvegakervinum, m.a. eisini strekkið millum Landavegin og Velbastaðvegin. Miðbýurin fær í løtuni eina andlitslyfting. Farið var til verka í ár, og hildið verður fram komandi ár. Bilurin verður ikki bannaður, men vónandi fæst eitt meira gonguvinarligt umhvørvi fram við Tinghúsvøllin, har fólk fáa hug at steðga á og kanska hvíla seg. Fleiri gongustíggjar eru gjørdir og hampað er um aðrar. T.d. við Svartafoss og av Hamrinum og oman. Men ikki minst gøtan frá Oyggjarvegnum og út á Norðasta Horn er ein perla. Ítøkiligar ætlanir er um fleiri gongustíggjar og grøn øki, t.d. á Argjum við Spinnaríið og við gamla vatnbrunnin í Svanga. Eitt kort, ið sýnir allar gøturnar og økini, átti at verið tøkt. Rætt skal vera rætt. Dømi eru eisini um grøn øki, ið forfarast. M.a. spælipláss, ið ikki verða hildin við líka. Kommunan kann ikki renna undan sínari ábyrgd. Men tað er týdningarmikið, at nærumhvørvið luttekur, og at m.a. eigarafeløgini eru til reiðar at átaka sær medábyrgd við m.a. at ansa eftir og hampa um. Ofta eru tað smálutirnir, ið gera munin. Fara vit óstortsliga fram, gerst úrslitið hareftir. Hugsa vit okkum um, ber kanska til at skapa okkurt, ið er øllum til gleði. Vit eiga tí at vera á varðhaldi, nú býurin aftur hevur fingið vakstrarverkir. Klæmint Olsen býráðslimur Viðvíkjandi málinum um skipbrotið hjá Torbirni Jacobsen, landsstýrismanni Sambært áheitan frá landsstýrismanninum, hevur ting- og landsstýrismanning Tjóðveldisfloksins viðgjørt málið um, at Tórbjørn Jacobsen hevur tikið við eini bót í sambandi við skipbrotið hjá Halgafelli í januar 2000. Landsstýrismaðurin hevur greitt frá málinum og hevur sagt seg vera tilreiðar at taka neyðugar politiskar avleiðingar, um flokkurin metir hetta vera tyngjandi fyri álitið á flokkin, landsstýrismannin, landsstýrið og álitið á politisku skipanina. Á fundinum var semja um, at viðgerðin av tílikum málum hevur stóran prinsipiellan týdning, tí tey skapa fordømir frameftir fyri tey politisku mørkini og krøvini, sum verða sett landsstýrismonnum. Tað er álvarsmál, um landsstýrismenn verða skuldsettir, ákærdir ella koma í rættin fyri brot á lóggávuna. Men neyðugt er at skilja ímillum, hvat málið snýr seg um. Er talan, um mál, ið hevur við embætisførsluna hjá landstýrismanni at gera? Er talan um brot á revsilógina, sum altíð vil verða tyngjandi? Er talan um brot á aðra lóggávu? Er talan um viljað, óviljað ella hendilig brot? Er talan um mál, sum eru avgreidd og kend? Er talan um annað, sum kann verða tyngjandi út frá eini politiskari meting? Tí má ein politisk meting gerast í hvørjum einstøkum føri, um hvørt hetta er tyngjandi fyri ein persón, ein politikara og ein flokk. Í hesum føri er talan um eina hending, sum var alment kend og væl lýst, áðrenn persónurin gjørdist landsstýrismaður, og sum onki samband hevur við embætisførslu. Málið kemur upp, tí talan eftirfylgjandi verður um skuldseting fyri óviljað brot á sjólógina í sambandi skipbrotið fyri, sum skiparin hevur tikið fulla ábyrgd av. Sambært upplýsingum frá Sjóvinnufyrisitingini er tað vanlig mannagongd, at skiparar fáa uppskot um bót í sambandi við skipbrot. Talan er um hendiligt og óviljað brot, sum ikki fær nakrar víðari avleiðingar fyri skiparan. Onki nýtt er komið fram í málinum, sum ikki var alment kent og kom fram undir sjóforhoyrinum. Á fundi millum ting- og landsstýrismanning í gjár var niðurstøðan, at Landsstýrismaðurin eigur ikki at taka aðrar politiskar avleiðingar av hesum máli, enn at avgreiða bótina og framhaldandi at greiða almenninginum frá øllum lutum í málinum. Høgni Hoydal floksformaður Høgni Hoydal dyrkar ósemjuna OPIÐ BRÆV til Høgna Hoydal, landsstýrismann í sjálvstýrismálum og formann Tjóðveldisfloksins Tað hevði sømt seg munandi betur fyri Høgna Hoydal, varaløgmann, at hann royndi at slóðað fyri, at partarnir kundu funnið hvønn annan, heldur enn bert at dyrka ósemjuna, uppfinna og uppsøkja trupulleikar og øsa partarnir upp móti hvørjum øðrum fyri síðan at geva øllum øðrum enn sær sjálvum skyldina. Tá tú í tínum opna brævi til mín brúkar eina yvirskrift við spurninginum: "Eru føroyingar ein vittigheit ella ein serstøk tjóð?", so má eg erliga viðganga, at eg havi sera trupult við at taka teg í fullum álvara. Ta eina løtuna helt eg eisini, at opna bræv títt veruliga var ein vittigheit. Eg helt satt at siga ikki, at ein maður í tínum starvi hevði stundir til slíkar barnalótir. Hetta opna bræv títt er týðiligt dømi um mann, sum ber seg desperat at. Væl kann tað vera, at tú sært, at títt fullveldisprojetk ikki ber á mál, men hóast so, so mást tú taka tað sum ein maður í staðin fyri nú at skjóta til høgru og vinstru. Enn einaferð hevur landsstýrið leitað sær ráðgeving uttanlands. Hetta er eyðvitað neyðugt í ávísum førum, nú tit eru farnir undir so truplar samráðingar sum at loysa frá Danmark. Men tá tit leita eftir okkara egna identiteti, so tykist tað fyri vanliga føroyingin sera løgið, at tað altíð eru aðrir, sum skulu siga okkum, hvørjir vit eru. Tað, sum hvørt mansbarn í Føroyum veit - tað, sum stendur í fyrstu grein í sjálvari Heimastýrislógini, tað boðar tú nú so ovurfegin frá, at tit nú fingið at vita frá einum íslendskum serfrøðingi. Sjálvandi eru vit føroyingar ein tjóð, tað hava vit føroyingar altíð vitað. Men tá hesin spurningur eftir øllum at døma er ein trupulleiki fyri teg og fyri Tjóðveldisflokkin, so kunnu tit sjálvsagt spyrja útlendingar, men vælsignaðir menn gjaldið tað so sjálvir. Tað skuldi verið óneyðugt at mint landsstýrismannin í sjálvstýrismálum og enntá eisini lógarmálum á, at enn er Heimastýrislógin í gildi. Vit kunna skjótt semjast um, at hon eigur at verða tikin av, men bæði tú og vit allir aðrir føroyingar mugu viðurkenna hana, so leingi hon ikki er sett úr gildi. Ikki tær at siga, so fyriskrivar henda, hvussu fram skal farast í eitt nú málum, sum hava við uttanlandsmál at gera. Eisini sigur henda sama lóg, hvønn status føroyskt mál hevur. Vit kunnu skjótt semjast um, at orðingarnar eru óhepnar, men í hálvttriðja ár hava tit so ikki megnað at broytt ein tann einasta bókstav í hesi lóg. Somuleiðis átti tað eisini at verið óneyðugt hjá mær at mint teg á, at okkara egna stýrisskipanarlóg sigur nakað um, hvussu farast skal fram í uttanlandsmálum av størri týdningi. Nær hevur Føroya Løgting ella Uttanlandsnevndin eitt nú viðgjørt spurningin um Nato? Tit tosa í fullum álvara um at lima okkum inn í Partnership for Peace ella kanska Nato, uttan at eitt orð verður grett um hetta á Føroya Løgtingi. Hetta er lítið hugaligur atburður og als ikki eyðkennini fyri framkomin demokratisk samfeløg. Tú endurgevur íslendska serfrøðingin fyri at siga, at føroyingar hava fullan rætt at samráðast um fullveldi. Góðan morgun, Høgni - ja sjálvandi hava vit henda rættin og hava havt hann síðan 1948. Men tín trupulleiki Høgni Hoydal er, at tú torir ikki at taka av tí samráðingarloysn, sum liggur á borðinum. Vit fáa fullveldið, um vit ynskja tað, eingin ivi um tað, men tín trupulleiki er, at tú ikki fært danir at eftirlíka ynski tínum um, at teir skulu fíggja títt fullveldi í eini 15 til 20 ár. Ein umbering er neyðug, um tú hevur borið teg skeivt at móti øðrum, og tað fer einki av nøkrum okkara at biðja um eina umbering, tá tørvur er á henni. Men hvørki tú Høgni Hoydal ella Føroya fólk, sum tú í reinari fáfongd hevur hug at seta líkheitstekin ímillum, fáa eina umbering frá mær, um tað, sum eg havi sagt í ST-málinum ella øðrum málum av líknandi slag. Tey orð, sum eg havi sagt, tey standi eg við og vil fegin kennast við. Og síðan til tín spurning, um eg vil spyrja donsku stjórnina, um vit føroyingar eru ein tjóð, so er svar mítt, at tað fari eg sjálvandi ikki at gera. Eg kundi tað sama spurt teir, hvat klokkan var. Hví skulu aðrir og helst útlendingar siga okkum tað, sum vit frammanundan vita? Er hetta eitt tjóðveldiskompleks, ella er hetta enn eitt dømi um politiska ómegd? Skulu vit tosa um eina umbering, so kundi tú hóskandi biðið Føroya fólk um eina umbering fyri, at tú saman við samgonguni hevur lagt alt vanligt politiskt arbeiði lamið í nú skjótt hálvttriðja ár. Tú kundi hóskandi biðið Føroya fólk um eina umbering fyri at hava bilt teimum inn, at títt fullveldi ongar avleiðingar fær av nøkrum sum helst slag. Gevst nú við at spæla politikk? vinarliga Jóannes Eidesgaard Hví velja menn til býráðslimir ella løgtingsmenn? Ella hví velja gomul ella ung, kundu vit eisini spurt, men tað snýr seg mest um menn, so tað spyrja vit eisini. Hvat vita kvinnur um: partabrøv, renta cyber +, veðhald og tílíkt ? ja tað er ein góður spurningur. Nú eru tøl komin fram, ið vísa at bert 10% av umboðunum í bý- og bygdaráðunum eru kvinnur. Hvussu er so støðan í kommununum? Jú, nógvar hava eina skuld á 3 álíkningar. Hetta merkir, at ein kommuna ið fær 80 milliónir inn í skatti um árið, skyldar 3 ferðir hetta, tað vil siga 240 milliónir. Hvussu ber tað til ? Aðrar kommunur fáa einki gjørt tí tær stríðast við at gjalda hesa skuld aftur. Gott at tað ikki eru fleiri enn 10% kvinnur í býráðunum,sigi eg bara, tí hvussi hevði standurin so verið um tær vóru fleiri? Hyggja vit so at einum vanligum húsarhaldi, so kunnu vit spyrja, hvat vita menn um: hvat eitt rugbreyð ella eitt mánaðarkort í svimjihøllini kostar til børn ? ja tað er eisini ein góður spurningur. Hvussu er so støðan heima við hús ? tey skylda so ikki 3 álíkningar, tað sleppa tey ikki. Gott at tað ikki eru fleiri menn ið halda hús. Hvat um vit løgdu hesa vitan saman og lærdu av hvørjum øðrum ? hvat hevði so hent ? Spennandi hevði verið at vita, um skuldin var javnt býtt millum húsarhald og kommunur og um vit so høvdu havt eina javnvág í, hvat peningurin ið vit fáa inn í skatti var nýttur til. Høvdu vit so eisini latið tey ungu komi uppí part, so kundu tey tilkomnu, (bæði kvinnur og menn), lagt teimum lag á, og hugsi tykkum alt tað nýggja og spennandi tey kundu lært okkum !! Eyðgunn Samuelsen Býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Klaksvíkar Býráð Get.to/eydgunn Vallyfti og píkar Í hesum døgum er ikki eiti á lyftum um bæði líkt og ólíkt, og ikki er eiti á nógv sum nú, alt í einum vita mest sum alt, hvat vit mangla og ikki mangla, Gud viti um øll hesi hugsa hvat tey siga ella lova, og tí kundi tað veri ahugavert at vita um nakar av øllum hesum vitandi fólkunum sum stilla upp, tora at taka upp eitt evni sum PÍKAR. Í dag eru tey flestu greið yvir at vit fara inn í eitt hálvár, har Havnin, tann sokallaða reina Havn, aftur skal líkjast einum runudíki. Tað næsta hálva árið, skullu øll tey, íð sjúk eru av astma, lungasjúk av ymiskum slag,og øll tey íð eru sjúk í háls/nøs oghava allergi at finna seg í, at nøkur fá sum brúka píkar, gera teimun dagin ótolandi. Nú skuldi tíðin verið inni, at tey,sum slíta vegirnar og gera Havnina til heimsins skitnasta bý, eisini skulu gjalda fyri tað. Her er vert at minna á,at í Norra verður goldi 320 kr um mánaðin og 25 kr um dagin, um tú fer inn í býin at koyra. Spennandi hevði verði um onkur av øllum hesum vælvitandi vælevnum,hevði tora at tikið hesa størstu umhvørvisdálking í álvara. Her eru nógvar stemmur at heinta til tann ið torir. Tað er langt síðan, at vegirnir hava verið í so ringum standi. Um Havnin skuldi asfaltera alt,íð treingir til í dag, fyri at vegirnir skulla vera tryggir at koyra á,hevði hetta kosta um 15 milliónir. Tað er løgið, at eingin politikkari tekur sær um reiggj,og fær steðga hesum oysli av 50 milliónum sum kunnu sparast fyri alt landið? Vinarliga Petur Hermansen Vallyftini og fíggjarpolitikkurin hjá nýggja býráðnum! Tað nývaldað býráðið kemur at fáa tað nógv truplari enn núverðandi býráð hevði tað tá tað tók við, tí tað longu nú eru givin so nógv vallyftir. Búskaparviðurskiftini í Føroyum vóru ógvuliga vanalig í byrjanini av nýtiárunum og tí var ikki møguligt at lova so nógv tá, men nú er støðan øðrvísi. Orsakað av tí framgongd, sum vit hava í samfelagnum í dag lova fleiri av valevnunum so nógv at fíggjarlógin hjá Tórshavnar býráð verður sprongd fleiri ferðir. Tað fer at krevja stórt dirvi av teimum komandi býráðspolittikarunum at tora at siga nei til fleiri av teimum vitleysu vallyftunum, sum nú verða givin. Ein spurning, sum vit altíð mugu seta okkum er, hvar skal peningurin koma frá? Ella frá hvørjum øki skulu vit taka pening til eitt annað øki? Tað verður neyðugt at gera eina raðfesting av teimum ymisku málunum við í minstalagi einari ætlan yvir fýra ár og helst longri. Hóast nógv er goldið niður av skuldini hjá Tórshavnar Kommunu so er skuldin framvegis stór og verður neyð1ugt at fáa skuldina niðurgoldna. Schumann Hjaltalin, býráðslimur Valevni fyri Sambandsflokkin Nýggj Perla og Tórsgøta Komandi Býráð hevur eftir mínum tykki eina moralska skyldu at fáa ílag eitt tónleikahús, eina nýggja Perlu. Tað er nógv ungfólk ídag í Havn sum fáast við tónleik. Hesi venja í kjallarum og garagum men hava sjáldan høvi at spæla alment og sýna síni kynstur. Slíkt er spell og kan tað darva spælihuginum. Gamla Vaskaríið í Tórsgøtu kundu verið ein byrjan til eitt tónleikahús við einum tónleikaumhvørvi har fólk kundi hugnað sær og ungir tónleikarar hava síni fyrsu framførslur. Tað eru nógvir møguleikar i Tórsgøtu. Rio Bravo, Casablanca, Meiaríið, Pizzacafé eru longu har. Fáa vit so Vaskaríið til tónleikahús fer enn meira lív og virksemi koma í hesa gøtu og í Vágsbotni. Müllers Pakkhús eigur at verða ein fiskamatstova. Johan Mortensen valevni til býráðsvalið fyri Tjóðveldisflokkin Blómandi matstovu- og cafévirksemi Tað er hugaligt at kunna staðfesta, at matstovu- og cafévirksemið í høvuðsstaðnum hevur ment seg nógv seinastu árini. Hetta hoyrir sjálvandi við til myndina av einum livandi, kveikjandi og skapandi býi - og er avgjørt við til at økja um trivnaðin bæði hjá borgarum og gestum. Neyvan hava vit sæð síðsta skotið á hesi stammuni enn, tí so hvørt sum fólkatalið økist, økist eisini tørvurin og grundarlagið fyri fleiri tilboðum av hesum slagi. Og skulu vit trúgva samstarvsfeløgum okkara í Aberdeen og Stavanger, so kunnu vit vænta eina rættuliga eksplosjón innan hesa vinnu- og tænastugrein næstu árini, verður olja funnin undir Føroyum. Soleiðis hevur gongdin verið í hesum báðum týdningarmestu oljubýunum á okkara breiddarstigum - og neyvan verður stórt øðrvísi her hjá okkum, tá "svarta gullið" væntandi um nøkur fá ár fer at spræna upp úr oljukeldunum sunnanfyri. Til stuttleika kann verða nevnt, at áðrenn oljuvinnan av álvara tók dyk á seg í Stavanger, vóru bert fýra matstovur har við skeinkiloyvi. Í dag - sløk 30 ár seinni - eru tey meira enn 400 (!) í tali, spjadd út á alskyns matstovur, vertshús, spælistøð og caféir. Samstundis er býurin - við sínum 110.000 íbúgvum - vorðin ein nýmótans og framkomin býur við einum rættuligum altjóða dámi. Komandi býráð eigur sjálvandi at taka spurningin upp, hvussu kommunan á besta hátt kann skapa karmar fyri eini menning av hesi vinnugrein. Við miðbýnum sum miðdepli. Miðbýurin eigur at verða tann hugnaligi felagsstaðurin, soleiðis sum sligið verður fast í frálíka mentanarálitinum, ið varð latið úr hondum í fjør. At styrkja miðbýin sum mentanarligan miðdepil er at geva øllum býnum lív, sum tikið verður til í álitinum. Og her hevur matstovu- og cafévirksemið - saman við spælistøðum - ein sjálvsagdan leiklut nú og í framtíðini. Vinarliga Leivur Hansen, borgarstjóri Skattahækking hjá hesi samgongu Ein av stóru samgonguflokkunum tosar nú um skattalætta. Nú er at vóna at hesin verður framdur í verki og ikki bert í orðum. Higartil hava vit bert sæð ein illvilja til annað enn at hækka skattirnar. Dømi 1: Avtøka av brennioljuavgjaldi er felt 2 ferðir í ár. Nýggja lóg, ið gav landskassanum meira í brennioljuavgjaldi hevur hendan samgongan samtykt. Dømi 2 : Tosa verður um at hækka skattin hjá sjómonnum, ið arbeiða nógv og hava stóra inntøku. Niðurstøða: Ongantíð hevur landskassin fingið so nógv inn í skattum og avgjøldum sum nú. Ongantíð hevur landskassin havt so góð ráð at givið ein skattalætta. Og ongantíð er gjørt so lítið fyri at lækka skattin hjá borgaranum, sum undir hesi samgongu. Hví ikki lætta um hjá føroyingum? Hví ikki royna at hava eitt so lágt skattatrýst sum møguligt. Ikki bert tosa um tað - men gera nakað ítøkiligt við tað. Tað fer vónandi ein meiriluti á Føroya Løgtingi at gera NÚ. Tí tað hava allir føroyingar sanniliga uppiborið. Vinarliga Marjus Dam, løgtingsmaður Eigarafeløgini skulu vera við at mynda egna umhvørvi Fyri rættiliga nógvum árum síðani fór býráðið undir ta skipan, at lata uppgávur til eigarafeløg í sambandi við nýggjar útstykkingar. Aðalendamálið var, at eigarafeløgini, og á tann hátt tey, sum har búgva, fingu møguleika at vera við at mynda útstykkingina frá fyrsta degi. Ein skipan, sum í mongum førum hevur roynst væl. Bæði tá útstykking og bygging er farin fram, og somuleiðis aftaná, við skipan og fríðkan av eitt nú fríøkjum. Aftur at hesum eru fleiri eigarafeløg sera virkin at skipa fyri bæði einum og øðrum. Tey, sum mugu hugsast at hava størstan áhugan og kunnleikan at fjálga um sítt egna umhvørvi, eru tey, sum har búgva, umboðaði gjøgnum sítt eigarafelag. Tí er ikki annað enn rætt og rímuligt, at tey eigarafeløg, sum ynskja tað, fáa møguleika at átaka sær størri ábyrgd og skyldur enn tey hava í dag. Sjálvandi saman við eini hóskandi upphædd í mun til øktu uppgávurnar, og, um ynskist, við hollari vegleiðing frá býráðnum. Á hendan hátt fær borgarin størri ávirkan og ábyrgd mótvegis sínum egna bústaðarøki, og kann hetta bert vera við til at skapa betri trivna fyri hin einstaka og grannalagið sum heild. Tórfinn Smith, býráðslimur og valevni ODDAGREIN: Skattalætti og taktikkur VIÐ tíðini eru vit vorðin so von við hesi mongu upplopini hjá formanni fólkafloksins, tá tað ræður um at vinna øðrum neisir og at skapa áhuga um seg sjálvan. Nær hevur hesin framstandandi fólkafloksmaðurin sitið í samgongu og ikki samtíðis borið seg at sum var hann í andstøðu til teir hann er í samgongu við! Hvussu oftani hevur hann ikki verið við til at niðurgera tað, sum aðrir í samgongu hava ábyrgdina av, men samtíðis góðtaka tað! Hetta er ikki okkara politikkur, men vit góðtaka hann og fyri fjøldini kortini at látast sum man ikki góðtekur hann kortini. Vit minnast, hvussu hann megnaði stóra kynstrið at øsa sjálvt táverandi garvaða taktikaran Paula Ellefsen, tá hesir báðir vóru í samgongu. Og vit síggja tað aftur nú. Tað fer ikki dagur, at ikki sami oddamaður Fólkafloksins langar út eftir fíggjarmálaráðharranum ella hann á sín egna ironiska hátt ger "gjøldur" burtur úr øðrum landsstýrisfólkum. NÚ hava vit so oftani hoyrt tikið til, at "hatta er bara Óli". Jú so er. Men tað er meira enn tað. Tí teir boðskapir, sum verða meldaðir út í tíð og ótíð frá sama politikara/flokki fáa so stóra rúmd í miðlunum, at vanlig fólk trúgva, at hetta er ramasta álvara. Sum eitt nú tá Fólkaflokkurin gjørdi bart og gjørdi fíggjarmálaráðharranum púra greitt, at nú skuldi skatturin niður. Kom hann ikki við nøkrum, so vildi Fólkaflokkurin sjálvur leggja uppskot fyri tingið. Men hvat hendi! Fólkaflokkurin hevur og fer einki uppskot at leggja fram um skattalætta og hann fer heldur ikki at tvinga Tjóðveldið til at gera tað. Nú tíðin er við at renna út fyri at leggja slíkt uppskot fram tekur andstøðan formann Fólkafloksins á tingi uppá orðið og sigur frá, at hon kemur við einum skattalættauppskoti. Breckmann er skjótur at smoyggja sær uttan um og sigur seg nú bara kunna taka undir við einum uppskoti, sum er identiskt við tað hjá Fólkaflokkinum, sum enn bert er ein luftkastell. Sjálvandi vil eitt uppskot, sum tveir andstøðuflokkar leggja fram um skattalætta ongantíð blíva heilt tað sama sum tað Fólkaflokkurin vildi lagt fram. Tí spyrja vit: hvat vil Fólkaflokkurin røkka við øllum hesum upplopunum? At geva fólki skattalætti ella bara spæla samgongupartnararnum eitt puss? Ella er tað bara valgass tvs. til valið at kunna siga: hvat søgdu vit - vit vildu skattalætta, men Karsten vildi ikki koma við honum. Taktikkur og aftur taktikkur. VERULEIKIN er tann, at Fólkaflokkurin vil bæði sleppa at blæsa og hava mjøl í munninum í senn. Tað átti ikki at borið til, men hjá Fólkaflokkinum ber so løgið tað ljóðar nærum alt til. Og tí kunnu menn sum Óli Breckmann loyva sær " at spæla hund" sum teimum lystir: eitt nú við at fyrigikla fólki, at teir vilja skattalætta men í veruleikanum einki hava at hava henda lætta í. Teimum nýtist tað heldur ikki. Teir hava jú maktina kortini. Men tað kemur ein dagur, tá veljast skal aftur. Tá verður tað veljarin, sum skal taka dagar ímillum ærligar intentiónir og reint sagt politiskt bluffnummur. Vit hava sæð hetta í fullveldismálinum eisini. Spurningurin er, hvussu leingi Fólkaflokkurin kann sleppa væl frá at spæla uppá innantóm skattalættalyfti og nærum okkultlíknandi breiðar semjur í stórpolitiskum málum - uttan at meina nakað sum helst við tað! Álvaratos - hvat vil flokkurin? Øðrumegin sigur hann seg vera trygd fyri, at almennu útreiðslurnar lækka, hinumegin konstaterar hann bara, at tað øvugta hendir. Hinir hava skyldina. Men Fólkaflokkurin er við til at samtykkja hesar hækkingar. Spurningurin er, hvussu leingi tað ber til at "fuppa" Palleba við slíkum politiskum taktiskum bluffi og hvørja ferð veljarakanningar vísa afturgongd, at siga, at tað skal nokk ganga kortini. Hvussu leingi kann Fólkaflokkurin bara leggja skylduna á Helenu og Karstsen, tí einki var komið ígjøgnum uttan við Fólkafloksins vælsignilsi. Man "blása og hava mjøl í munni-politikkur" Fólkafloksins eisini fara at bera til hesaferð og geva flokkinum valdið ella! Toyota Avensis klárur til annað umfar Toyota Avensis kom á marknaðin í 1998 sum avloysari fyri Carina E, ið varð ein av mest seldu firmabilum í 90-unum. Magnus Gunnarsson Tað víst seg skjótt, at sølan av Avensis bleiv størri enn væntað, og bilurin bleiv ein av mest seldu bilum yvirhøvur. Facelift Nú er Avensis komin í eini nýggjari útgávu, uttan at útsjóndin er so nógv broytt. Bilurin er meira ljóðleysur, motorarnir hava betri moment og meiri hestakreftir, eins og betri tilfar í kabinuni, og nýggjar litir innan. Framman eru broytingarnar t.d. forlyktir við multi reflektor og klárum glasi, nýtt kølaragittar við Toyota logo, og aftan eru baklyktirnar eisini broyttar nakað. Fýra nýggir motorar Felags fyri allar bensinmotorarnar er, at teir hava fingið nýggjastu framkomnu tøknina við broytiligari ventilstýring (VVT-i). Motorstøddirnar eru 1.6, 1.8, og 2.0. Harafturat kemur ein nýggjur 2.0 litur common-rail turbodiesel motorur. Sum nakað nýtt hevur 2.0 litur motorurin, umframt VVT-i tøknina eisini beinleiðis innspræning (D-4), og 150 hk. Terra og linea Sol Avensis fæst í teimum vanligu útgávunum, sedan, liftback og stationcar, og viðvíkjandi útgerð er møguleiki at velja ímillum Terra og linea Sol, sum eisini fæst við automatgear. Allar Avensis útgávurnar uttan tann við 1.6 motori, hava heilautomatiskt klimaanlegg sum standard útgerð. Varma og ventilatiónskontaktirnar eru nú elektroniskt stýrdar. Betri bremsur Avensis hevur nú eisini skivubremsur aftan, og ABS bremsur við EBD, sum býtir bremsukraftina optimalt á øllum hjólunum. Linea Sol D-4 hevur VSC (Vehicle Stability Control), sum mótvirkar at bilurin glíður út til síðuna, og BAS (Brake Assist System) ið gevur mest møguligt bremsutrýst við eina harða uppbremsing. Toyota Avensis hevur 3 ára mekaniskt garanti ella 100.000 km, 3 ára lakkgaranti og 12 ára garanti móti gjøgnumtering. Avensis fæst nú úr kr.187.400,- . Toyota Avensis 2.0 D-4 Sol Motorurin 2.0 litur 4 syl.VVT-i 16V 150 hk. 0-100 km/t 9,3 sek. Bensinnýtsla 12,0 km/l Dekkstødd 195/60-15 Stødd og vekt Longd 452,0 cm Breidd 171,0 cm Hædd 142,5 cm Eginvekt 1225 kg Totalvekt 1800 kg Viðførisrúm 500 litrar Prísur kr. 242.400,- Avensis 1.6 Terra kr. 187.400,- Søluumboð Reyni Service Vegurin Langi FO-188 Hoyvík Tlf. 313040 Vauxhall Velox og Cresta frá 1961 Magnus Gunnarsson Á myndum av gomlum Vauxhall bilum er ikki altíð so lætt at avgera, um talan er um ein Velox ella Cresta. Orsøkin er tann at tað í fleiri førum vóru somu bilar í ymiskum útgávum. Velox var standard útgávan, meðan Cresta var luksusbilurin. Panoramarútar Bilarnir, vit hava myndir av her, er 1961 modellið, sum líkist einum amerikanara frá tí tíðini. Eins og Opel høvdu fleiri Vauxhall bilar panorama rútar framman og aftan, t.v.s. at rútarnir er bendir um hjørnini, fyri at geva betri útsýni sum vit síggja á myndunum. Hetta vóru sera snøggir bilar við 6 syl. motori við 2651 cc. Og 113 HK. Koyrieginleikarnir vóru góðir, tá hugsað verður um, at teir høvdu blaðfjaðrar aftan og diogonal dekk. Velox og Cresta vóru stórir og rúmligir at ferðast við, eins og teir vóru brúktir sum hýruvognar eisini her hjá okkum. Teir høvdu ein 3 trins fult synkroniseraðan gearkassa og rættgear. 6 persóna bilur Instrumentborðið hevur vatnrætt speedometur, har vísarnir skifta lit frá grønum til gult, tá ferðin fer upp um 50 km/t, og til reytt, tá ferðin fer yvir 100 km/t. Framman høvdu teir heila sofu, so 3 fólk kundu sita á forsetrinum, so talan var um 6 persóna bilar. Hóast tað eru nógv ár síðan, vit hava sæð nýggjar Vauxhall bilar her um okkara leiðir, verða teir framleiddir í Onglandi sum Opel bilar við Vauxhall búmerkjum. Vauxhall Cresta frá 1961 Motorurin 6 syl. 2651 cc. 113 hk 0-100 km/t 15,2 sek. Bensinnýtsla 11,4 km/l við 80 km/t Longd 454,5 cm Vekt 1210 kg. Smátíðindi Yaris nr. 1 Toyota Yaris bleiv nummar eitt í stóru EuroNCAP samanstoyt-testunum millum 20 smærri bilar. Kelda: FDM / Motor 20 mill. Golf Í september kundi Volkswagen hátíðarhalda, at tað vóru framleiddir 20 milliónir VW Golf'ar síðan 1974. Kelda: Motor Magasinet Mazda í Guinness Mazda MX-5 kemur í Guinness Rekord bókina, fyri at vera heimsins mest seldi lætti sportvognur við tveimum setrum. Kelda: Motor Magasinet DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Lágtrýstið yvir Íslandi grynnist, meðan lágtrýstið við Írland kemur móti Føroyum og brúgvalagið verður yvir okkum í nátt. Lágtrýstið við Føroyar fer í landnyrðing, so kaldari luft rekur eitt skifti móti Føroyum. Eitt djúpt lágtrýst sunnan fyri Hvarvið fer eystureftir og brúgvalagið verður yvir Føroyum sunnudagin. Veðrið í dag: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi, men hann minkar vindin út á dagin. Ælingur, men út á seinapartin turt og sólglottar. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið sunnudagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og suðri og stundum regn. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið mýnadagin: Lot til andøvsgul av útsynningi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið týsdagin og mikudagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, men hann minkar vindin nakað mikudagin. Ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 8 og 12 stig. Í gjár: Lágtrýstið yvir Íslandi grynnist, meðan lágtrýstið við Írland kemur móti Føroyum og brúgvalagið verður yvir okkum í nátt. Í dag: Lágtrýstið við Føroyar fer í landnyrðing, so kaldari luft rekur eitt skifti móti Føroyum. Eitt djúpt lágtrýst sunnan fyri Hvarvið fer eystureftir og brúgvalagið verður yvir Føroyum sunnudagin. Áki Bertholsen - aki@sosialurin.fo Brimil er fýra skip í einum Brimil, sum verður handaður landsstýrinum í dag, er vaktarskip, bjargingarskip, umhvørvisskip og skúlaskip Áki Bertholsen Ullstein, Sosialurin: Vaktarskipið Brimil verður handað landsstýrinum í dag, men um skipið kemur at sigla beinanvegin er heilt óvist. Enn er ikki semja fingin millum landsstýrið og maskinmeistarafelagið og uttan maskinmenn, sleppir Brimil ikki úr Noregi. Men skipið verður handað eigarunum, tað vil siga landsstýrinum, í dag. Tað verður kona fiskimálaráðharran Annelena Niclasen, sum kemur at geva skipinum navn. Og navnið er ikki nøkur loyna longur. Bæði Jørgen Niclasen, landstýrismaður í fiskivinnumálum og Kristin Rasmussen, sum hevur verið í projektbólkinum, sum hevur fyrireikað skipið eru samdir um, at hetta er eitt gott skip. Kristin Rasmussen sigur, at tað hevur verið ein trupul uppgáva at fyrireika hetta skipið, tí tað hevur so fjølbroyttar uppgávur at røkja. Í veruleikanum hava vit fingið fýra skip í einum. Brimil er bæði vaktarskip, bjargingarskip, umhvørvisskip og skúlaskip hjá sjómannsskúlanæmingum, sigur Kristin Rasmussen. Brimil er 63,3 metrar langur og 12,6 metrar breiður. Hvussu skjótt skipið siglir er ein hemmiligheit, men vit hava fingið uppspurt at 17 míl gongur Brimil í hvussu er. Brimil kostar 95 milliónir og er bygdur á Myklebust skipasmiðjuni í Ullstein beint uttanfyri Aalesund. Umboð fyri fjølmiðlarnar, myndugleikarnar og onnur sum hava havt við byggingina at gera eru við til hátíðarhaldið í Noregi. Í dag fer skipið sýningartúr fyri gestunum. Jústinus Leivsson Eidesgaard Greta fastir fyllir 103 í dag Hon hevur verið so ótrúliga røsk, og hevur havt týdning fyri nógvar føroyingar, sum hava vitjað í Keypmannahavn, sigur 73 ára gamla Dinna Joensen úr Lorvík, um fastrina, sum flutti til Danmarkar eftir fyrra heimsbardaga Jústinus Leivsson Eidesgaard Á Ellisheiminum "Lottehjemmet" í Koksgade, ein síðugøta til tann penara endan á Valby Langgade í Keypmannahavn, situr ein elligomul føroysk kvinna. Hon var fødd 21. oktober 1897 á Mýruni á Toftanesi í Lorvík. Hon er systir navnframa føroyska politikkaran Jákur Fr. Øregaard og ein beiggi hennara livir enn. Hann eitur Hans Petur Øregaard, hevur verið politistur alt lívið í Danmark og var í Føroyum undir Klaksvíksstríðnum í fimtiárunum. Hann er í dag 85 ár. Á Ellisheiminum situr eisini svigardótturin Lis. Hon er dóttir gamla sýslumann í Vestmanna, Gunnar Dahl Olsen, og er 75 ára gomul. Tær báðar hava havt nógv saman gjøgnum lívið og tá Greta fór á Ellisheim fylgdi Lis, sum er deyv, við. Í dag eru blómur at síggja á Ellisheiminum Lottehjemmet í Koksgade. Greta hevur verið eitt sindur órógvað seinastu dagarnar. Longu hósdagin sendi Sosialurin ein myndamann frá Nordfoto at taka mynd av henni og eitt ellisheim ger altíð eitt sindur burturúr, tá fólk gerast so gomul. Føroyingar náa høgan aldur. Navnframa Drikka á Fløtti við Gjógv náddi tey 105 áðrenn hon lat eyguni aftur fyri seinastu ferð. Í Vestmanna situr 102 ára gamli Jógvan Andrias Hansen, Eitt sindur dulur, men frammi hvønn einasta dag.Herfyri fylti Andrea Sivertsen við Gjógv 100 ár. Beiggi hennara Dia, sum nú er deyður, gjørdist 101 ára gamal.. Alma Rustin í Fuglafirði fyllir í næstum 100 og hon hevur úr at gera at fyrireika føðingardagin. Ein kvinna sitir á Ellisheiminum Áargarði á Sandi, hon er 101 ára gomul. Tað er Jóhanna Mikkalina Poulsen. Skrøpp og røsk Fastur hevur altið virkað eitt sindur skrøpp. Hon hevur havt lyndið at sagt nokk so nógv, men tú hevur altíð vitað hvær tú hevur havt hana. Eg haldi, at hon hevur verið ein stór persónligheit, sigur Dinna Joensen. Vit eru tvær systrar, Malla og eg. Foreldur okkara doyðu, tá vit vóru heilt ungar og ti hava vit búð hjá abba og ommu ella í barndómsheiminum hjá Gretu fastir. Fyri ikki so langari tíð síðan var eg og vitjaði Gretu fastir. Hon er deyv nú, men forstandarinnan rópti í oyra á henni, hvør var komin. Hon hugdi upp á meg og spurdi smílandi: "Malla! hvussu hevur Dinna tað?" Hon kendi, tók bara feil av nøvnunum á okkum, men var annars klár, sigur Dinna Joensen. Tænti hjá bankastjóra Undir fyrra heimsbardaga fór Greta til Havnar at tæna hjá stjóranum í Føroya Banka. Hesin flutti aftur til Danmarkar beint eftir stríðslok og Greta fór við. Hon tænti fyrst og fór síðan at arbeiða á eini seymistovu. Í Danmark møtti hon manninum Harald Bendsen. Hann arbeiddi alt lívið á Tuborg. Tey fingu sonin Egon og hesin tók útbúgving sum tanntekninari. Abbi var einaferð niðri og vitjaði Gretu. Hann tosaði nógv um hesa ferð og alt hann hevði upplivað og serliga hugtikin var hann av arbeiðsplássinum hjá Harald, Tuborg. Hetta tosaði hann um til sín doyggjandi dag, sigur Dinna Joensen. Greta kom heim til Føroya at vitja við tí fyrsta Tjaldrinum í 1925. Eftir seinna heimsbardaga kom Greta við soninum heim til Føroya at arbeiða. Sonurin gjørdi handilstenn og mamman hjálpti honum. Tey fyrstu summrini búðu tey hja skyldfólki í Leirvík, men seinni so bygdu tey sær egin hús at arbeiða í. Tað eru húsini, sum Norðoyar Sparikassi eigur í dag. Tey vóru bara her um summrini og lógu vetur í Danmark. Svaningarstaður fyri føroyingar Nógv fólk hava vitja Gretu í Keypmannahavn og hon var eisini røsk at vitja sjúkar føroyingar, sum komu at fáa sær heilsubót á ríkishospitalinum. Fyrr var so vánaligt samband og mong doyðu í Danmark. Hon var hjá teimum seinstu tíðina og kundi fortelja teimum eftirsitandi í Føroyum um seinastu dagarnar, sigur Dinna Joensen. Greta og Harald vóru væl fyri. Tey áttu hús í Valby Langgade og eina íbúð í Saxogade, ein síðugøta til Istedgade. Her búðu Egon og Lis. Jólapakkar Fastir sendi altíð jólapakkar heim.. Eg eri fødd í 1927 og so langt aftur eg kann minnast,``` kom altíð ein pakki frá fastir til jóla. Tá var frukt ikki vanlig í Føroyum og eg minnist at vit vóru sent út at gera børnunum í familjuni eitt hálvt súrepli ella eina appelsin. Eg fekk eisini kjóla til jóla á hvørjum ári, sigur Dinna Joensen. Vit ynskja Gretu hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Henning Nicodemussen Hampamaður seksti Sir Cliff Heimsins elsti teenagari, poppsøgunnar Petur Pann, er farin um tey seksti. Seinasta leygardag helt hann føðingardagin saman við 900 av næstrafólkunum umborð á The Sea Goddess hjá Cunard Line Birgir Kruse Og jú, eg nýti Botox at slætta rukkurnar á enninum og havi als einki ímóti kosmetiskari skurðviðgerð heldur, sigur Cliff Richard. Do you wanna dance Eftir ein góðan dag í ríkmannaparadísinum Monte Carlo varð farið umborð á skipið at eta ein betri bita og seinni spældi orkestrið upp til dans, har millum onnur Olivia Newton John, Shirley Bassey, Bobby Davro og Bruce Welch vóru við. Move it Cliff Richard, hvørs veruliga navn er Harry Rodger Webb, og varð borin í heim í India 14. oktober 1940, gjørdist ein av teim fáu bretum, sum megnaðu at fáa fótin fyri seg innan upprunaliga rock and roll tónleikin í fimtiárunum. Miðilin var single-plátan, og fyrsta útspælið var "Move it" í 1958. Plátan gjørdist í Bretlandi og á evropeiska meginlandinum eins væl umtókt og tær frá amerikanskum stjørnum, sum Elvis Presley, sum í nøkur ár varð kappingarneyti hjá Cliff. Please don't tease Meðan stóra umskiftið hjá Elvis hendi, tá hann fór í herðin í 1958 - beint innan Cliff-plátan "Move it" kom fram - valdi Cliff at gerast siðiligi hampamaðurin, sum vendi harðbalnu undirhaldsverðini bakið. Fyrsta stigið hendan vegin var leikluturin Bongo Herbert í filminum, "Expresso Bongo", í 1959. Sama árið hevði Cliff í fyrsta leikluti sínum spælt hálvkriminellur rokkari í filminum "Serious Charge". My kinda life Eftir siðiliga hampaleiklutin í "Expresso Bongo" varð lívsleiðin hjá Cliff løgd. Tónleikurin gjørdist mjúkur og sangbærur. Eingin uppreistur, eingin skuggi úr undirverðini. Til denna dag hevur Cliff tó megnað at bergtikið fólk og ger tað enn. Lakasta skeiði hjá Cliff var fyrst í sjeytiárunum, tá hann einans hevði tveir sangir millum 10 teir bestu í 6 ár. The only way out Síðani miðskeiðis í sekstiárunum hevur Cliff Richard verið millum kendastu kristnu sangarar og framsøgufólk. Tíggju ár seinni, í 1976, tá hann tók Devulin uppá tungu, gekk tó betur við plátusøluni. Hetta árið taldist hann millum 10 tær bestu bæði í Bretlandi og USA við "Devil Woman". Árið eftir spyr hann "Why should the Devil have all the good music?". Travellin' light Í 1979 varð Cliff á tíggjunda sinnið á fyrsta plássi í Bretlandi. Tað var við sanginum "We don't talk anymore", sum er mest selda pláta hjá Cliff í Bretlandi. Gloppið millum undanfarnu plátuna, sum náddi eins høgt - Grand Prix sangurin frá 1968 "Congratulations"- var meiri enn 10 ár. It's all in the game Í 1980 hittir Cliff drotningina og fær OBE-heiðursmerkið. Í túninum syngja øll "Congratulations". Gjøgnum áttatiárini kemur ein javnur streymur av plátum, sum í ikki færri enn 12 førum teljast millum 10 tær bestu í heimlandinum. Fyrstaplássið náddi hann um jólini 1988 við "Misteltoe and Wine". Jólini 1990 endurtók eydnan seg og Cliff varð á toppinum við "Saviour's Day". Constantly Um hetta mundið, í 1989, hevði Cliff givið út 100 single-plátur. Støðufasti hampamaðurin sang hetta árið "The best of me". Henda single-pláta nummar 100 gjørdist seksogtjúginda top-trý pláta í Bretlandi hjá sama sangara í meiri enn tríati ár. I just don't have the heart Í 1995 er Cliff við í sangleikinum "Songs from Heathcliff", sum John Farrar og Tim Rice hava sett saman yvir kendu søgu Emily Bronte's "Harveðurshæddir". Gamla vinkonan Olivia Newton-John medvirkar sum Cathy. Hóast Cliff um jólini 1971 segði við pressuna, at ein møgulig tilstundandi frú Richard kundi verið ein blandingur av Oliviu Newton-John, Cillu Black og Unu Stubbs, so varð einki burturúr. Cliff er enn heiðurskrýndi "Bachelor Boy" í glitrandi poppríki Petur Panns. Congratulations Í sambandi við seksti ára dag Cliff Richards er í vikuni givin út nýggj savnsfløga "The whole story". Longu mánadagin náddi útgávan sjeynda plássið á almenna bretska plátulistanum. Sostatt er tað 35 ferðirnar hent, at ein LP-pláta hjá Cliff Richard telist millum 10 tær bestu. Í hesi viku eru tað bert Radiohead og nýggja útgáva teirra "Kid A", sum fleiri bretar vilja ogna sær, heldur enn nýggju útgávu Cliff Richards. Ikki so galið hjá einum sum í ungdómsfikseraðu handilsbúðini er farin um tey seksti. The young ones Men eitt er vist; eldast vit, eldist hann eisini. Við blaðið OK! segði Cliff í síðstu viku, meðan hann stákaðist til føðingardagin Skal lýsa eftir skúlalækna Skúlaráðið í Havn hevur samtykt at heita á landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum um at finna ein skúlalækna til Suðurstreymoy sum skjótast Eingin skúlalækni hevur verið í Suðurstreymi síðani 1997. Hetta heldur Skúlaráðið saman við skúlastjórunum vera ov galið. Tí hevur Skúlaráðið, saman við skúlastjórunum á teimum kommunalu skúlunum, á fundi 19. oktober samtykt at heita á Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, um at lýsa eftir skúlalækna sum skjótast. Skúlaráðið vísir á, at fyrst í januar 2001 verða átta kommunalir skúlar í kommununi við tilsamans 2.856 næmingum. Tí heldur Skúlaráðið tað vera umráðandi at fáa skúlalæknaskipanina at virka sum skjótast. John Johannessen - john@sosialurin.fo Skilir bløðini Tá málið um bygnaðin hjá Postverkinum er avgreitt, fer landsstýrismaðurin í vinnumálum at taka støðu til, í hvønn mun peningur skal játtast Postverkinum til at bera út bløðini Bløðini fáa í dag ikki ta tænastu frá Postverkinum, sum tey ynskja. Tí hava tey bæði stóru bløðini sligið seg saman um eitt felag, ið ber út leygardagsútgávurnar. Men fyri at tað skal loysa seg at hava sítt egna útberarafelag, noyðast bløðini at skipa útberingina soleiðis, at útberarafelagið fer at bera út fleiri útgávur enn bara leygardagsblaðið umframt annan adressuleysan post. Hetta kann gerast ein hóttan móti Postverkinum, sum hevur bløðini og addressuleysan post sum høvuðsinntøkugrundarlag. Men kann Postverkið gerast ført fyri at bera bløðini út um kvøldið, somuleiðis sum tað aftur kann bera tey út leygardag, eru bløðini meira enn sinnað at halda fram sum kundar hjá Postverkinum. Hetta hava Dimmalætting og Sosialurin greitt landsstýrismanninum í vinnumálum frá, og skilir hann væl støðuna. Tá Postverkið er komið á rætt kjøl, fari eg at taka spurningin um tilskot til útbering av bløðunum upp, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum. Landsstýrismaðurin metir tað hava týdning, at eisini útoyggjarnar fáa bløðini til hóskandi tíð. Hetta hevur eitt privat útberarafelag ikki ráð til. Tí heldur landsstýrismaðurin tað vera rætt at veita Postverkinum tilskot til hetta. Í Danmark og í øðrum londum er heilt vanligt, at tilskot verður latið postverkunum til at bera út bløðini. Játtanin á donsku fíggjarlógini í ár til hetta endamál er 450 milliónir krónur. John Johannessen - john@sosialurin.fo Postverkið skal vera partafelag Formaður Tjóðveldisfloksins sigur, at um tað er púra greitt, at ávísar treytir verða uppfyltar, er ikki óhugsandi, at Tjóðveldisflokkurin fer at taka undir við, at Postverkið verður gjørt um til alment partafelag Gongd er veruliga komin á aftur ætlanina um at skipa Postverkið sum alment partafelag. Játtanin til Postverkið er tikin burtur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001, tí landsstýrið í løtuni arbeiðir við at leggja um Postverk Føroya til alment partafelag. Tað er nýggi landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum, ið stendur aftan fyri ætlanina. Í vár royndi Finnbogi Arge úr Fólkaflokkinum, sum tá var landsstýrismaður í vinnumálum, tað sama. Men tá var Tjóðveldisflokkurin so hart ímóti hesi ætlan, at hon ikki gjørdist veruleiki. Seta treytir Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, sigur, at flokkurin nú hevur valt at lata landsstýrismannin fyrireika eina ætlan um, hvussu Postverkið kann skipast sum ein almenn fyritøka. Tá ætlanin síðani er liðug, fer Tjóðveldisflokkurin at taka støðu til, um hann tekur undir við henni ella ikki. Men tað er ikki uttan treytir, at Tjóðveldisflokkurin letur landsstýrismannin arbeiða við hesi ætlan. Høgni Hoydal sigur, at Tjóðveldisflokkurin hevur kravt, at fagfeløgini skulu takast við upp á ráð í fyrireikingunum, somuleiðis sum ætlanin ikki skal vera liður í einari totalari privatisering. Skulu vit taka undir við, at Postverkið skal gerast til alment partafelag, skal tað vera púra greitt, at Postverkið framvegis kann veita øllum borgarum í landinum tær tænastur, eitt postverk hevur skyldu til, sigur Høgni Hoydal. Hann vil, at tað framvegis skal vera ein almenn uppgáva at tryggja øllum borgarum í landinum góða tænastu innan postfluting. Post Danmark ónýtiligt Tá Finnbogi Arge mælti til at gera Postverkið til alment partafelag, mælti Tjóðveldisflokkurin til, at tað heldur skuldi skipast eftir sama bygnaði, sum Post Danmark. Hetta merkir, at Postverkið framhaldandi hevði verið ein almenn fyritøka, men sum kortini varð rikin eftir einum leisti, ið liggur ímillum ein almennan stovn og eitt partafelag. Men tá Postverkið í mai mátti fáa eykajáttan fyri ikki at steingja, varð gjørd ein løgfrøðislig meting, ið vísti, at Post Danmark modellið ikki er heilt sambæriligt við stýrisskipanarlógina. Tí hevur landsstýrið valt at fara heilt frá loysnini at skipa Postverkið sum Post Danmark. Harafturat metir landsstýrismaðurin, at tað ikki loysir seg at kroysta eina danska loysn yvir føroyingar, sum danir enntá ikki sjálvir eru nøgdir við. Post Danmark er ein almenn fyritøka, men hetta er leiðslan ikki nøgd við, tí hon vil hava, at fyritøkan gerst eitt alment partafelag, so hon gerst kappingarfør, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum. Væl gjøgnumarbeitt Allir partar í samgonguni ásanna, at okkurt má henda, fyri at Postverkinum skal vera lív lagað. Tí hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum sett sær fyri at fyrireika ætlanina um at skipa Postverkið sum alment partafelag bæði væl og virðiliga. Fyrireikingarnar fara fram í neyvum samstarvi við starvsfólkini hjá Postverkinum, leiðsluna, Fíggjarmálastýið og onnur, ið hava við Postverkið at gera. Tí væntar landsstýrismaðurin at kunna leggja eina væl gjøgnumarbeidda loysn fyrst fyri landsstýrið og síðani fyri løgtingið um ikki so langa tíð. Andlát 04. oktober: Ingibjørg Mørk Eysturoy, ættað úr Havn, búsitandi í Íslandi, 79 ár 05. oktober: John Nybo, Valby, ættaður av Viðareiði, 79 ár 06. oktober: Anna Elisabeth Djurhuus, Porkeri, vanliga nevnd Betta, 79 ár 11. oktober: Kristianna Petersen, Selatrað, vanliga nevnd Nanna 12. oktober: Andreas Lava Olsen, Glyvrar, 68 ár 13. oktober: Pól Esmar Thomsen, Strendur, 82 ár Anfinn Magnus Poulsen, Tórshavn, 45 ár 14. oktober: Poul av Kák Poulsen, 81 ár Karhild Gaardlykke, Nes, 40 ár 15. oktober: Henning Hjelm, Vágur, 75 ár Lena Mortensen, Argir, 88 ár 16. oktober: Solberg Fornagarð, ættaður úr Fuglafirði, 78 ár Franxiska Poulsen, vanliga nevnd Ziska, økonoma í Værløse, ættað úr Miðvági, 89 ár Fyrilestur um Føroyingasøgu Tíðindaskriv Leygardagin 28. oktober kl. 15.00 heldur Óluva Klettskarð, lærari í søgu og føroyskum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, almennan fyrilestur um Føroyingasøgu í søguligum og bókmentaligum ljósi. Fyrilesturin verður í Loftsstovu á Føroyamálsdeildini á Debesartrøð. Føroyingasøga er eitt høvuðsverk í bókmentum okkara. Hon viðger tíðina um ár 1000, men serfrøðingar eru misjavnir á máli, um hon skal metast sum søgulig kelda ella sum skaldskapur. Fleiri rithøvundar hava gjøgnum tíðina brúkt tilfar úr Føroyingasøgu í verkum sínum. Sjóvarbøndurnir yrktu kvæði við evnum úr Føroyingasøgu, Mikkjal á Ryggi yrkti Brestiskvæði, og skaldabrøðurnir Janus og Hans Andrias Djurhuus yrktu við evnum úr Føroyingasøgu, Janus eitt nú Gandkvæði Tróndar, og Hans Andrias eitt nú Deyðastund Tróndar. Jeffrei Henriksen hevur yrkt Bjarnabana, og mong onnur dømi kundu verið nevnd. Hesi dømi benda á, at Føroyingasøga hevur havt - og framvegis hevur - stóran týdning fyri føroyskan samleika. At viðgera Føroyingasøgu úr bókmentaligum og søguligum sjónarhorni, er tí áhugavert og viðkomandi, ikki minst hjá teimum, sum í dag undirvísa í søgu og føroyskum. Tað er Móðurmálslærarafelag Føroya, sum skipar fyri fyrilestrinum. Føðingar 7. okt. fingu Anja Eyðunsson og Heini Thorsteinsson, Vágur, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4400 gr. 11. okt. fingu Elsebeth og Ludvík Lydersen, Viðareiði, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3900 gr. 13. okt. fingu Jensa og Claus Højgaard, Runavík, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4150 gr. 14. okt. fingu Astrid Magnussen, Fuglafjørður og Jan Suni Hansen, Kvívík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3400 gr. 14. okt. fingu Sólrun Durhuus og Eyðfinn Pet-ersen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3095 gr. 16. okt. fingu Elisa Simonsen og Jan Venned, Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 4200 gr. 16. okt. fingu Hanne Østergaard Christensen og Eyðfinn Heinesen, Rønde, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4800 gr. 16. okt. fingu Heidi og Hans Erik Jakobsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3600 gr. 16. okt. fingu Helena og Erik Melchior Hansen, Sørvágur, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3750 gr. 16. okt. fingu Joan og Kristin Michelsen, Froðba, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3890 gr. 17. okt. fingu Anna og Oystein Petersen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4100 gr. 17. okt. fingu Maria Svabo Hansen og Kári Hansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3550 gr. 18. okt. fingu Marin Sigvardsen og Allan Magnussen, Saltangará, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3900 gr. 19. okt. fingu Anja Højgaard og Robson de franca, Norðagøta, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3400 gr. 19. okt. fingu Bergun Kass og Petur Joensen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4700 gr. Eitt ljós á gøtu míni Og Jesus tók til orða og segði við hann: >>Símun, eg havi nakað at siga tær. Men hann sigur: >>Meistari, sig tað! Luk. 7, v. 40 Við hesum orðum avdúkar Jesus Símun og hansara kávalæti. Men hann ger tað kortini við tí endamáli at kunna sleppa til við fyrigevingini og kærleikanum. Hjá kvinnuni avdúkaði syndin seg sjálv. Slík synd, sum hennara er ongantíð tann torførasta og vandamiklasta at hava við at gera, hóast tað eru slíkar syndir, mest verður talað um mest verður gjørt burturúr. Men at avdúka okkara syndafulla hjarta, so vit veruliga skilja okkara glataðu støðu, og hvussu nógv vit sjálvi hava brúk fyri einum frelsara, er ikki altíð líka lætt. Tað kann bara ein einasti gera, Jesus jálvur gjøgnum sítt orð og við Guds Anda. Tað var hent hesi kvinnuni. Hon varð møtt av Jesusi við fyrigeving og kærleika. Einum kærleiki og ein fyrigeving, sum kur bæði syndina og syndaran í so stórum álvara, at hann sjálvur hevur borið fylgjurnar av hesum. Hetta fekk eisini kærleikan til Jesus at vella fram, soleiðis sum hann kom til sjóndar í hennara gerð. >>Símun, eg havi nakað at siga tær!<< Vit kunnu skifta út navnið á tí tiltalaða við okkara egna. Tí í dag eru tað okkum, Jesus fegin vil hava sagt nakað. Hann vil avdúka okkara synd, fyri at vit kunnu læra at síggja, at eisini vit hava Hann sum frelsara fyri neyðini! Fyrigeving syndanna í Jesusi Kristi, tað er Guds náði go kærleiki til okkara. Har hesin kærleikin sleppur til, veksur takksemi fram. Og har kærleiki og takksemi finna hvønn annan, vilja lív og gleði skapast. Eitt lív og ein gleði, vit verða send út aftur í gerandisdagin við. >>Símun, eg havi nakað at siga tær!<< Hvat Jesus enn hevur at siga okkum, so er tað orðið um fyrigeving syndanna, hann fram um alt vil siga okkum. Tað orð, sum goymir lív og sælu í sær. í einum føri kunnu vit lata Símun vera fyrimynd fyri okkum. Í hansar asvari til Jesus: >>Meistari, siga tað<<. Sæl eru vit, um vit gera tað og geva Jesu orðum gætur. Jónsvein Bech Hugmóðs tankar út mær rek, Vís mær gløgt mítt egið brek; Fals og øvund, hatska trá, Kæri faðir halt mær frá. (Sb. 305, 4) Kirkjur og Samkomuhús Gudstænastur 18. sunnudag eftir Trinitatis Vesturkirkjan: kl. 11, altarg., Heri Joensen Argir: kl. 11, altarg., Bergur D. Joensen Havnar kirkja: kl. 11, altarg., skriftamál kl. 10.40, Sonja Klein og Elsa Funding Vestmanna: kl. 12, altarg., Inga P. Dam. (Innsavning verður til sunnudagsskúlan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini) Sandavágur: kl. 12, altarg., David Johannesen. (Broytt kirkjutíð: Komandi sunnudag 22. okt. verður farið í kirkju kl. 12 í Sandavági, Miðvági, Sørvági og Bø) Fuglafjørður: kl. 12, familjugudstænasta Funningsfjørður: kl. 16, altarg., Uni Næs Sjóvar kirkja: kl. 12, altarg., Jógvan Fríðriksson Hósvík: kl. 12, Marjun Bæk Hvalvík: kl. 12, Martin R. Jacobsen Christianskirkjan: kl. 11, Niels Pauli Danielsen Viðareiði: kl. 12, altarg., Hans Eiler Hammer Klaksvíkar Sjúkrahús: kl. 10, Norðoya Røktarheim: kl. 14.30, Jóhann Henriksen Gøta: altarg., Jónsvein Bech Gjógv: kl. 12 messa, Eiði: kl. 17, Emil Olsen Tvøroyri: altarg., Petur M. Rasmussen Leiti: kl. 11, Hov: kl. 12.15, Ólavur Rasmussen Dalur: kl. 12, Eva Brinck Jensen Broytt kirkjutíð: Farið verður í kirkju í Selatrað kl. 12.00) Ebenezer Sunnudagin kl. 12 sunnu-dagsskúli, kl. 18 evan-gel-iskt møti, kl. 21 útimøti. Mánadagin kl. 20 bønar-møti. Hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morgun-møti, kl. 18 evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17 landsbøn, í morgin kl. 11 morgunmøti, kl. 18 kvøldmøti. Mánadagin kl. 20 bønarskúlin. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 sunnudagsskúli, kl. 17 møti >>Tíð til Gud<< verður í Pálsstovu í Havn sunnukvøldið 22. okt. kl. 21.00. Evnið: Sálmur 139. Høgni Johannesen og Jógvan Skýlindal skipa fyri. Rhema á Hálsi Fríggjakvøldið kl. 18-19 A.T.A.P. (Barnaklubbi). Leygarkvøldið kl. 20 ungdómsmøti. Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli. Morgunbøn mánadag til fríggjadag kl. 8.30-9.30. Øll eru vælkomin. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Tom Skaale. Barnaansing er hvørt sunnukvøld, meðan møtið er. Mánakvøldið er LU-arbeiði kl. 19, opið kvøld. Kl. 19.55 venur Manskórið. Týskvøldið verður bíbliutími kl. 20, Dánjal kap. 2, v. 24-49. Mikukvøldið venur Meinigheitskórið kl. 19. Hóskvøldið verður ungdómsmøti kl. 20. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUM: Eldrasamkoman, Heini Olsen sigur frá um gamlar bygdagøtur. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn. Frelsunarherurin í Havn Fríggjadagin kl. 20.30 ung-dómsklubbur. Sunnudagin kl. 11 møti, major Tjåland talar, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti. Øll samkoman syngur. Mánadagin kl. 17 skótar. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin kl. 14 í Hoy-víkar skúla sunnudags-skúli, kl. 17.30 bøn og kl. 18 møti har Jens Lisberg saman við øðrum luttekur. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti hjá Jórun og Eiriki Skála, Argjavegur 21. Øll eru væl-komin. Aglow, Tórshavn Fundur verður í hølunum hjá Frelsunarherinum leyg-arkvøldið kl. 19.30 allar kvinnur eru vælkomnar. Missiónsvika á Langasandi Møti verður í skúlanum leygarkvøldið 21. okt. kl. 20 og sunnukvøldið 22. kl. 19. Talarar: Niklas Mikkelsen og Petur Magnusson. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 11 mor-gunmøti. Mánadagin kl. 20 bøn-ar-møti. Missiónshúsið í Æðuvík Vikuskiftimøti leygarkvøldið kl. 20 og sunnukvøldið kl. 18 við Sigfred Johannesen og Kajberg Davidsen. Sangluttøka úr Tjørnuvík og Kollafirði. Verið hjartaliga vælkomin. Funningur Fyrilestur um Hans Adolf Brorson, biskup og sálmaskald, verður í skúlanum sunnukvøldið kl. 19. Nakrir av sálmum hansara verða sungnir. Bíbliuskeiðsrøðin yvir evni >>Hin sanni læru-sveinurin<< verður hildin í arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará. Møtiskeiðrøðin heldur áfram hvønn leygardag kl. 19.00. Stigtakari og bíbillærari er David Bech. Missións- og Ungdómshúsið á Glyvrum Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 19 møti. Innsavnan til ytrimissión. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Sundalagi Í morgin kl. 18 møti í Hósvík við Sam Jakobsen. Ørkin, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 17 í Arbeiðarafelagshúsinum Hæddini í Saltangará. Týsdagin kl. 20 húsmøti hjá Maibritt og Trúgva Berg, Søldafirði. Hósdagin kl. 20 bønarmøti. Verið hjartaliga vælkomin. Keldan, Skálafirði Fríggjakvøldið kl. 20.30 vón fyri framman við hugna, vitnisburði og sangi. Jónhilda og Gullak Hansen luttaka. Leygardagin kl. 21 opið hús. Sunnudagin kl. 17 møti við Jan Jacobsen. Tú ert vælkomin í Kelduna. Kirkjan, Norðskála Eingin sunnudagsskúli verður sunnudagin, vegna familjugudstænastu kl. 12.00. KFUM & K, Klaksvík Mánadagin kl. 19.30 talar Uni Næs, Streingjakórið í KFUM & K syngur. Betania, Skopun Vikuskiftismøti við Agnar Vestli. Fríggjadagin kl. 20. Leygardagin kl. 20. Sunnudagin kl. 10.15 sunnudagsskúli, kl. 11 morgunmøti, kl. 18 kvøldmøti. Øll eru vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin verður sunnudagsskúli kl. 14, kl. 18 møti við Eingrím og Eddie. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sion, Vágur Morgunmøti sunnudagin kl. 11, næmingar úr bíbilskúlanum World Horizon luttaka, kl. 18 møti. Telefonandakt: tlf. 373777. World Horizon bíbilskúli Næmingar úr bíbilskúlan-um World Horizon luttaka á møti í Ranhøll í Sandvík í dag kl. 17 og á morgunmøti í Sion í Vági sunnumorgunin kl. 11. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 evangel. fundur. Mánadagin kl. 20 bønarfundur. Týsdagin kl. 20 ungdómsfundur. Ónsdagin kl. 20 uppbygg. fundur. Frelsunarherurin í Vági Leygarkvøldið kl. 20 bøn og lovsangur. Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Magnus os Sámal. Mánakvøldið kl. 20 heimaforbundið. 1000-ára haldið Leygardagin 21. okt. kl. 10.30 verður kirkjukonsert (matiné) í Havnar kirkju, Petra Iversen syngur, Stamen Stantchev, piano og Edvard Nyholm Debess, kontrabass spæla sálmar. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Føroyskir kavarar bjóða seg fram í oljuvinnuni Felagið Atlantic Diving, við teimum báðum Jens Hansen og Edvard Kjeld, ger í løtuni sáttmála við eitt stórt altjóða kavarafelag, sum arbeiðir í oljuvinnuni kring allan heimin. Ætlanin er at vera við í leitingararbeiðnum, og føroyingar fáa møguleika at útbúgva seg Mánadagin kemur Jon Playford frá Oceaneering til Føroyar at undirskriva sáttmálan, sum Atlantic Diving ger við stóru altjóða fyritøkuna Oceaneering. Heimstaðurin hjá Oceaneering í Evropa er í Aberdeen. Annars hevur felagið høvuðsskrivstovu í USA. Ætlanin við sáttmálanum er, at Atlantic Diving saman við Oceaneering kann bjóða oljufeløgunum, sum fara undir leitingararbeiði við Føroyar, eina ROV-tænastu. ROV stendur fyri Remotely Operated Vehicle, sum er ein ómannaður fjarstýrdur undirvatnsbátur. Hesir bátar verða ofta nýttir til leiting í oljuvinnuni, tá botnurin skal kannast. Við hesum hevur Atlantic Diving tikið fyrsta stigið út í oljuvinnuna, og tað verður føroyska felagið, sum skal standa fyri uppgávunum í føroyskum øki. Orsøkin, til at samarbeiði er fingið í lag við Oceaneering, er, at felagið hevur tann neyðuga serkunnleikan á økinum. Felagið skal eisini vera veitari av útgerð hjá Atlantic Diving, tí slík útgerð er sera kostnaðarmikil. Edvard og Jens ásanna, at neyðuga vitanin ikki er í Føroyum í løtuni, og tí er neyðugt við útlendskum samstarvi. Innihaldið í sáttmálanum snýr seg bara um karmarnar, sum arbeiðast skal eftir. Her eru bara ábyrgdir og skyldur ásettar. Tá meira ítøkiligar ætlanir liggja á borðinum, verða projektsáttmálar gjørdir. Tað er felagið Norðcon, sum hevur samskipað samráðingarnar, og tær hava eisini eydnast sera væl, siga teir báðir. Teir settu seg í samband við Oceaneering fyrstu ferð fyri einum lítlum ári síðani. Føroyingar útbúgvast Edvard Kjeld og Jens Hansen leggja stóran dent á, at føroyingar vera við í arbeiðnum. Tí hava teir eisini fingið við í sáttmálan, at føroyingar kunnu fáa útbúgving sum ROV-pilotar. Hesum fer Jon Playford eisini at greiða nærri frá, meðan hann er her. Atlantic Diving skipar tí saman við Oceaneering fyri kunnandi fundi á Maskinmeistaraskúlanum týskvøldið kl. 19.30. Her fer Jon Playford at luttaka, og greitt verður frá um møguleikan hjá føroyingum at útbúgva seg sum ROV-pilotar. Grundskeiðið er seks vikur í einum simulatori í Stavanger í Noregi. Síðani ber til at taka fleiri yvirbygningar og útbúgva seg víðari. Tey, sum velja at nema sær útbúgving, fáa møguleika at arbeiða fyri Oceaneering í øðrum pørtum av heiminum umframt Føroyum. Felagið arbeiðir í løtuni í Meksiko, Suður Amerika, Afrika, í Persaraflógvanum og í Norðsjónum. Hetta er tí eitt felag, sum arbeiðir kring allan heim. Í Føroyum verður mest arbeitt um summarið, og tí er møguleikin hjá føroyingum at fara aðrastaðni at arbeiða í vetrarhálvuni. Ætlanin er at fara til verka beinanvegin, og teir fyrstu føroysku ROV-pilotarnir skulu vera klárir fyrst í næsta ári. Bæði Edvard Kjeld og Jens Hansen hava verið kavarar í fleiri ár og hava eisini útbúgving sum kavarar. Eisini hava teir havt kavaraskúla síðan 1982. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Húsarhaldini bløða - landið skúmar róman Hækkaði oljuprísurin kemur illa við hjá húsarhaldunum í Føroyum. Men tað er ein sum rættiliga skúmar rómar, landskassin. Av hvørjari oljurokning fer ein triðingur beinleiðis í landskassan, sum hervið fær eina eykainntøku Tað eru ikki bara tey stóru altjóða oljufeløgini og OPEC londini, sum nøra at sær við høgu oljuprísunum, men landskassin fær sanniliga eisini sítt burturúr. Prísurin fyri gassolju, sum verður nýtt til húsarhaldið, er hækkaður munandi seinastu mánaðirnar. Fyri fjúrtan mánaðum síðani kundi eitt húsarhald keypa 1000 litrar av olju fyri 3.017,5 krónur. Sama nøgd av olju kostar í dag 4.710 krónur. Prísurin í hesum tíðarskeiðnum er hækkaður ein góðan triðing. Kemur illa við Prísurin fyri ein litur av gassolju er í dag 4,71 krónur. Íroknað hendan prísin er eitt avgjald, ið er 80 oyru, og sum fer beinleiðis í landskassan. MVG verður roknað av prísinum, tá avgjaldið fyrst er drigið frá. Tí kunnu vit koma fram til, at hvørja ferð eitt húsarhald keypir ein litur av olju, fara 1,58 krónur beinleiðis í landskassan. 78 oyru eru MVG, meðan 80 oyru er avgjald. Hinar 3,13 krónurnar fara til oljufelagið. Hetta er nærum ein triðingur av samlaða prísinum, sum landskassin skavar inn undir seg í avgjaldi og MVG. Um eitt vanligt húsarhald í dag hevur tørv á 3000 litrum av olju um árið, ljóðar oljurokningin uppá 14.130 krónur. Sama nøgd kostaði einum húsarhaldi 9.030 krónur fyri fjúrtan mánaðum síðani. Eitt húsarhald má tí nú rokna við eini meirútreiðslu uppá eini 5.000 krónur um árið, um prísurin fer at halda seg í eini hampuliga støðugari legu. Kemur væl við hjá landskassanum Oljuavgjaldið er fastlagt, og tí verður tað ikki ávirkað av broyttum oljuprísum. Hinvegin verður MVG roknað í prosentum av prísinum. Tí fær landið meira í kassan, tá oljuprísurin er høgur. Fyri fjúrtan mánaðum síðani fekk landskassin 44 oyru í MVG fyri hvønn litur, sum varð seldur. Í dag fær landskassin 78 oyru í MVG fyri hvønn liturin, tí oljuprísurin er hækkaður. Umframt MVG-ið kemur eisini avgjaldið, sum er 80 oyru fyri liturin. Eitt húsarhald, sum nýtir 3000 litrar av olju um árið, skal sostatt í dag lata landskassanum 2340 krónur í MVG. Fyri fjúrtan mánaðum síðani fekk landskassin 1320 frá einum húsarhaldi, sum skuldi hava 3000 litrar av olju. Her er avgjaldið ikki tikið við. MVG inntøkurnar frá oljusølu hjá landskassanum eru sostatt næstan tvífaldaðar eftir einum góðum ári. Skip, sum eru yvir 20 bruttoregistartons, sleppa undan avgjaldinum og MVG. Metingar, sum Sosialurin hevur fingið frá Føroya Shell og Statoil, siga, at føroyski marknaðurin á landi er eini 100 milliónir litrar av olju um árið. Her er øll gassolja, sum er seld á landi, tikin við. Umframt húsarhaldini eru virkir og almennir stovnar eisini tikin við í hesa metingina. Um 100 milliónir litrar av olju verða seldir komandi árið fyri 4,71 krónur, fær landskassin 158 milliónir í avgjaldi og MVG. Um roknað verður við oljuprísinum í august í 1999, hevði landskassin bara fingið 124 milliónir krónur um árið. Tað eru 34 milliónir meira. Gjørt skal vera vart við, at príshækkingarnar, sum hava verið á brennievni til bilar ikki er tikin við í nakað roknistykki, men eisini her fær landskassin bæði avgjald og MVG. Røddir á tingi hava verið frammi um at avtaka avgjaldið, sum er 80 oyru fyri liturin. Hetta hevði lætt munandi um hjá vanliga húsarhaldinum, tí tá litrarnir gerast so nógvir í tali, gerst avgjaldsupphæddin stór. Enn hevur samgongan einki beinleiðis stig tikið til at lækka hetta avgjaldið, men tað verður hon óivað noydd at gera, tí støðan hjá húsarhaldunum kann ikki góðtakast í longdini, tá príshækkingarnar gerast so ógvusligar, sum vit hava upplivað seinastu mánaðirnar. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Vilja hava Kinderegg av hillunum Danska brúkararáðið tekur undir við einum bólki av bretskum ES-politikarum, sum vilja hava eitt forboð ímóti Kinder-eggjum Orsøkin til kravið um eitt forboð er, at samantvinningin av góðgæti og leikum er óheppin og hevur seinastu árini kravt fleiri mannalív. Vandin er nevniliga stórur fyri, at børn svølgja leikuna, tá hon verður seld saman við góðgæti ella mati annars. Seinastu 15 árini eru sjey børn í ES-londum deyð, eftir at tey hava roynt at svølgja leikur av hesum slagi. Í Svøríki heldur brúkararáðið eisini, at neyðugt er við einum forboði, og í USA eru framleiðslur sum Kinder-egg forboðin. Tað er italska fyritøkan Ferrero, sum framleiðir Kinder-eggini, sum eisini eru at fáa til keyps í Føroyum. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Kunnu nú velja borgarstjóra í Klaksvík Fleiri hundrað fólk hava longu atkvøtt á Internet-Sosialinum, har tað nú ber til at at velja borgarstjóra í Klaksvík Á heimasíðuni hjá Internet-Sosialinum ber nú til hjá fólki at siga, hvønn tey helst vilja hava sum borgarstjóra í Klaksvík. Borgarstjórin verður ikki beinleiðis valdur á valinum í november, men á Internet-Sosialinum hava fólk nú møguleikan at siga sína hugsan. Undan hesum valinum hava nógv fólk luttikið í valinum at velja borgarstjóra í Havn, men tann atkvøðugreiðslan er nú liðug. Torleif fremst Fimm fólk eru skotin upp sum borgarstjóri í Klaksvík, og tey umboða hvør sín flokk. Verandi borgarstjóri, Jógvan við Keldu, er ein teirra, og síðani eru evnini Betta Joensen, Torleif Sigurðsson, Karl Heri Joensen, Karsten Hansen og Hilmar Danielsen. Tey knapt 400 fólkini, sum høvdu greitt atkvøðu, tá hendan greinin var skrivað fyrrapartin í gjár, hava serligan tokka til Torleif Sigurðsson, Jógvan við Keldu og Karsten Hansen, sum eisini verða mettir sum tríggir teir fremstu kandidatarnar til borgarstjórasessin. Atkvøðugreiðslan heldur fram komandi vikuna. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Listin hjá Fólkaflokkinum klárur Nú er greitt, hvørji fólkini á listanum hjá Fólkaflokkinum verða til býráðsvalið í Klaksvík Klaksvík: Allir fýra býráðslimirnir hjá flokkinum stilla uppaftur, og afturat teimum eru bæði fólk, sum áður hava verið uppstillað, og okkurt nýtt andlit. Valevnini eru Erik Andreasen, Helena Gudjónsson, Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen, Petur Hans á Høvdanum, Karl Birgir Isaksen, Thomas Jacobsen, Jógvan við Keldu, Pauli Klakstein, Jógvan Lutzen og Kristian Fríðrik Olsen. Erik Andreasen, Jógvan við Keldu, Jógvan Lutzen og Kristian Fríðrik Olsen hava umboðað Fólkaflokkin í býráðnum farnu fýra árini. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Fyrilestur um Christian Matras í Klaksvík Mánakvøldið verður fyrilestur um skaldið Christian Matras á Bókasavninum í Klaksvík. Klaksvík: Í ár eru tað 100 ár síðani at Christian Matras varð borin í heim, og tað er í tí sambandinum, at fyrilesturin verður hildin. Tað verður Andrias Justesen av Viðareiði, ið fer at halda fyrilesturin. Hann fer at koma inn á nakrar høvuðstættir í skaldskapinum hjá Christiani Matras og millum annað at samanbera hann við undanfarnar føroyskar yrkjarar. Fyrilesturin á Bókasavninum í Klaksvík verður mánakvøldið klokkan 19.00, og er tann fyrsti í eini røð av tiltøkum, sum verða hildin í vetur. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Mikael Wiehe til Føroya Kendi dansksvenski tónleikarin verður høvuðsnavn á konsert í sambandi við útgávu av føroyskari Afzelius-fløgu Týsdagin 28. november verður føroysk fløga við sangum hjá svianum, Bjørn Afzelius, útgivin, og í tí sambandinum verður ein stór konsert í Norðurlandahúsinum. Høvuðsnavnið á konsertini verður ein av teimum, sum stóð Afzelius nær bæði í tónleikaligum og privatum samanhangi. Talan er um Mikael Wiehe, sum spældi nógv saman við Afzelius bæði í sjeytiárunum og seinni. Umframt Mikael Wiehe verða eisini nógvir føroyskir tónleikarar og sangarar við á konsertini. Mangla ein sang Føroyska Afzelius-fløgan er um at vera liðug. 10 sangir eru liðugt innspældir og eru ljóðblandaðir í Media Sound í Keypmannahavn. Í næstu viku verður tann seinasti sangurin á útgávuni innspældur. Tónleikurin er fyri tað mesta upptikiní Studio Pegasus í Klaksvík, sum eisini gevur fløguna út, men upptøkur eru eisini gjørdar í Havn og í Keypmannahavn. Fleiri enn 20 fólk Erik Biskopstø hevur staðið fyri upptøkuarbeiðnum, og umframt hann spæla og syngja fólk sum Magnus Johannesen, Ronnie Nielsen, Sámal Ravnsfjall, Arnfríð Lutzen, Jóannes Jakobsen, Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Birgir Krossteig á fløguni. Samanlagt eru fleiri enn 20 sangarar og tónleikarar við á fløguni, og nógv av hesum fólkunum verða eisini við á konsertini í Norðurlandahúsinum, har sangirnir av fløguni verða spældir fyri fyrstu ferð alment. Eitt nýtt lag er við á fløguni. Tað er eitt tónleikapetti, sum Magnus Johannesen hevur gjørt sum intro til kanska mest kenda sangin hjá Afzelius í Føroyum, Sangur til frælsi. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Amtssjúkrahúsið í Esbjerg dregur í land Leiðandi sálarfrøðingurin á Amtssjúkrahúsinum í Esbjerg heldur, at hann er komin við vánaligari grundgeving fyri at nokta misnýttari føroyskari kvinnu sálarliga hjálp Amtssjúkrahúsið í Esbjerg hevur hug at draga í land, eftir at Sosialurin hevur fingið hendur á einum skrivi, sum sjúkrahúsið fyri trimum vikum síðani sendi føroyskari kvinnu. Í hesum brævi noktar psykologdeildin á sjúkrahúsinum at veita kvinnuni, sum í næstan 10 ár varð misnýtt av pápa sínum, sálarfrøðisliga hjálp, hóast læknin hjá henni helt, at neyðugt var við slíkari hjálp. Grundgevingin hjá Amtssjúkrahúsinum fyri at siga nei til føroysku kvinnuna kom óvart bæði á kvinnuna og danska lækna hennara, og nú Sosialurin hevur avdúkað innihaldið í brævinum, hevur leiðandi sálarfrøðingurin hug at draga í land. Kanska kann eg teska til tín, at eg átti helst ikki at havt orða meg soleiðis, sigur Ib Svennild, leiðandi sálarfrøðingur á Amtssjúkrahúsinum í Esbjerg. Óvanlig orðing Í summar flutti tann 24 ára gamla kvinnan av Skála til Esbjerg, eftir at hon hevði tikið uppgerðina við pápa sín, sum hevði misnýtt hana frá tí at hon var seks ára gomul, til hon var 15 ár. Í Esbjerg royndi hon at fáa sálarfrøðisliga hjálp, og læknin hjá henni sendi psykologdeildini hjá Amtssjúkrahúsinum í Esbjerg eitt skriv, har hann greiddi frá, at føroyska kvinna hevði hjálp fyri neyðini. Men sjúkrahúsið í Esbjerg kveistraði kvinnuna burtur. Grænseoverskridende adfærd synes at være temmelig almindeligt forekommende i dele af den færøske kultur, og der viser seg i behandlingsforløbet ofte vanskeligheder med kulturforskelle mellem patient og psykolog, skrivar psykologdeildin á Amtssjúkrahúsinum millum annað í brævinum til føroysku kvinnuna og lækna hennara. Eg gjørdist sera ill, tá eg fekk hetta brævið, tí fyri mær er hetta ein fullkomiliga órímilig grundgeving fyri ikki at geva mær hjálp. Læknin segði seg ikki hava sæð slík bræv áður, greiðir 24 ára gamla kvinnan frá. Hevði orðað seg øðrvísi Leiðandi sálarfrøðingurin á sjúkrahúsinum heldur, at orðingin í brævinum kann tykjast óheppin. Vit klára ikki at taka at taka allar sjúklingarnar, sum verða vístir til okkara, og ístaðin fyri bara at siga nei, royndi eg at geva kvinnuni eina grundgeving fyri, hví vit ikki kundu veita henni hjálp, sigur Ib Svennild við Sosialin. Um eg skuldi skriva brævið umaftur í dag, hevði eg helst valt at orða meg øðrvísi, tí eg dugi at síggja, at handan orðingin kann tykist rættiliga óheppin, um hon stendur einsamøll, sigur danski sálarfrøðingurin. Ger ikki mun á Á psykologdeildini á Amtssjúkrahúsinum arbeiða tríggir sálarfrøðingar, og sambært Ib Svennild verða tvífalt so nógvir sjúklingar vístir til sjúkrahúsið, sum tey klára at viðgera. Tí verða vit noydd at velja og vraka, hóast tað kann tykjast rættiliga kensluleyst við hvørt. Í hesum førði skal tað viga mest, at vit ikki hava mett okkum at hava orku til at viðgera føroysku kvinnuna, sigur Ib Svennild. Hetta skal ikki skiljast sum, at vit ikki kunnu veita føroyingum sum heild hjálp, tí vit viðgera eisini føroyingar, men í hesum førði kendu vit okkum noydd at siga nei, soleiðis sum vit gera við so nógv onnur fólk. Hann leggur dent á, at psykologdeildin ikki ger mun á føroyingum og dønum, tá tað verður mett um, hvør skal fáa viðger á sjúkrahúsinum, hóast orðingin í brævinum gevur ábendingar um hetta. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Flúgva dúgliga Nógv økta ferðafólkatalið ger, at Atlantsflog heldur fast við rutur, sum annars skuldu steðga fyribils Atlantsflog leingir flúgvingina til Aberdeen og økir um ferðsluna til Keypmannahavnar fram móti jólum. Í tíðindaskrivi sigur Atlantsflog, at flúgvingin, til Aberdeen, sum ætlandi skuldi leggjast niður, fer at halda fram til 11. december. Tað er eftir ynski frá ferðafólkum, sum eftir øllum at døma hava tikið rutuna til sín. Tað fer nú at bera til at flúgva til Aberdeen hóskvøld og koma heim aftur mánamorgun. Eisini til Keypmannahavnar fer Atlantsflog at økja um flúgvingina hetta fram móti jólum. Ferðslan til Danmarkar er støðugt økt í ár, og við teimum tilboðunum, um bíligar ferðir í november, sum Atlantsflog hevur boðið viðskiftafólki sínum, er eftirspurningurin vorðin væl størri, enn roknað varð við, verður sagt í tíðindaskrivinum. Tvær nýggjar fráferðir til keypmannahavnar verða tí hóskvøld og sunnukvøld klokkan 17.30, sigur Atlantsflog. Eyka flogførini fara at flúgva í tíðarskeiðnum frá 29. oktober til 11. decermber. Joensen - edvard@sosialurin.fo Sigfríður fer úr politikki Sigfríður Vørðhamar stillar ikki upp til býráðsvalið í Fuglafirði hesaferð. Hann gevst eftir at hava sitið í bygdar- og býráðnum í 24 ár Eftir at hava luttikið aktivt í kommunalpolitikki í 24 ár, stillar Sigfríður Vørðhamar í Fuglafirði ikki upp aftur til valið í november. Av teimum 24 árunum, hann hevur sitið í bygdar- og býráðnum, hevur hann verið formaður tey 12. Sigfríður Vørðhamar sigur, at hann hevur valt at fara av nú, meðan hann sjálvur fann landgongina, sum hann tekur til. Hann hevur egið virkið, sum hann heldur, at hann nú skal brúka meira tíð uppá, sigur hann. Eftir at hava verið so leingi uppi í politikki, er tað heilt natúrligt, at hann fer at sakna tað, heldur Sigfríður Vørðhamar. Men hinvegin gevur tað eisini betri møguleikar at gera viðmerkingar til ymisk mál, sum uppi eru. Tí hóast hann gevst, er hugurin fyri samfelagsviðurskiftum ikki farin. Verri enn so, sigur hann. Men tað kann verða spennandi at vera áskoðari við politiska vøllin eftir øll hesi árini, sigur hann. Tó hevur hann eitt ávíst liða at halda við, skilst, tí hann er stillari hjá einum borgaralista, sum stillar upp í Fuglafirði. Jú, tað verður undarligt, men nú er tíð at lata onnur sleppa framat, heldur Sigfíður Vørðhamar, sum á nýggjárinum verður fyrrverandi býráðspolitikkari í Fuglafirði. Tveir partapolitiskt óheftir borgaralistar eru gjørdir til býráðsvalið í Fuglafirði. Í tíðindaskrivi, stillarar hjá øðrum av hesum listunum hava sent, verður dentur lagdur á, at talan er ikki um partapolitiskan lista, men at einans er hugt at valbærinum hjá valevnunum, tá listin varð gjørdur. Á øðrum borgaralistanum, Sosialurin hevur fingið, eru valevnini hesi: Eivind Breiðáskarð, handilsmaður, Bjarni Eliasen, bilsmiður, Símun Jákup Eliasen, goymsluleiðari, Sveinbjørn á Horni, timburmeistari, Astrið Højgaard, húsmóðir, øll úr Fuglafirði. Elibert Kerá, virkisleiðari, Hellur, Jón N. Olsen, reiðari, Andreas (Dia) Petersen, húsavørður á Kambsdali. Janus Samuelsen, navigatørur, Martin Simonsen, býráðslimur/stjóri, Sigurð S. Simonsen, býráðslimur/reiðari, Fuglafirði og Ólavur Thomsen góðk. elinnleggjari, á Kambsdali. Valevnini á seinna borgaralistanum, sendur er Sosialinum, eru hesi: Kristian O. Christiansen, havnameistari, Randi Gunnarsdóttir, listakvinna, Edva Jacobsen, bankakvinna, Eyðun á Lakjuni, studentaskúlalærari, Páll Larsen, skrivstovumaður, Torfinn Nón, byggifrøðingur, øll úr Fuglafirði. Eyðgerð Petersen, dagrøktarleiðari, Kambsdalur. Kristian Petersen, bankamaður, Dinna Poulsen, skrivstovukvinna, Jónsvein Poulsen, fólkaskúlalærari, úr Fuglafirði. Laila Solmunde, skrivstovukvinna av Kambsdali og Jan Toftegaard, býráðslimur/maskinsmiður úr Fuglafirði. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Rúsdrekka- og Narkotikaráðið heldur ársfund Danskur sálarfrøðingur fer á ársfundinum at halda fyrilestur um, hvussu til ber at hjálpa børnum, hvørs foreldur eru rúsevnismisnýtarar Rúsdrekka- og Narkotikaráðið heldur í dag ársfund á Runavíkar Sjómansheimið. Evnið á fundinum í ár er: >>Børn, sum vaksa upp í heimum, har rúsevni verða misnýtt.<< Til ársfundin í ár er komin danskur fyrilestrahaldari. Tað er sálafrøðingurin, Lisbeth Rask, sum í mong ár hevur starvast við børnum og familjum, verður sagt í tíðindaskrivi frá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum. Lisbeth Rask fer at halda fyrilestur um, hvussu vit kunnu hjálpa børnum, hvørs foreldur eru rúsevnismisnýtarar, og eisini, hvussu vit kunnu hjálpa foreldrunum. Eisini tveir føroyingar, sum hvør í sínum lagi hava havt samband við fólk, sum hava rúsevnistrupulleikar, fara at luttaka á ársfundinum við hvør sínum innleggi. Formaðurin í barnaverndini í Tórshavn, Beate L. Samuelsen, fer at lýsa evnið frá sjónarhorninum hjá barnaverndini, og Arne Ludvig, fyrrverandi skúlastjóri, fer at lýsa evnið frá skúlans sjónarhorni. Formansfrágreiðingin verður eisini løgd fram á fundinum, sum byrjar á Runavíkar Sjómansheimi í dag klokkan 14.00 og er settur at vara í góðar tveir tímar. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Ternan fær nýggjar maskinur Mánadagin 30. oktober verður Ternan tikin úr sigling og fer at skifta maskinur á Tórshavnar Skipasmiðju Ternan verður tikin úr sigling allan november mánaða, og meðan hon er á Skipasmiðjuni, fer Sam at røkja siglingina um Vestmannasund. Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at arbeiðið við at skifta maskinurnar á Ternuni er mett til at taka fýra vikur. Og tað vænta teir eisini fer at halda. So tá november er av, verður Ternan aftur á Vestmannasundi, sigur hann. Ternan skal hava tvær nýggjar høvuðsmaskinur. Hon fær tá væl størri maskinorku, enn hon hevur í dag, sigur Magnus Magnussen . Valt varð at skifta út við størri, heldur enn at umvæla verandi maskinur, sigur hann. Hann sigur, at maskinurnar, sum eru í Ternuni, eru javngamlar við skipið. Í 1980 kostaður tær 1,3 millión krónur. Og tær eru seldar aftur nú fyri 600.000 krónuir, sum Strandferðslan metir vera ein góðan handil. Nýggju maskinurnar kosta tríggjar milliónir krónur, og alt arbeiðið fer at kosta fýra milliónir. Nógvar merkiligar søgur ganga um alt møguligt, tá eitthvørt óvanligt hendir. Nú eru søgur farnar at ganga um, at tá Sam fer at sigla um Vestmannasund, skal hann ikki taka bussar við. Ferðafólk skulu so skifta í Vestmanna og á Oyrargjógv. Men tað er heilt burturvið, verður sagt av Strandfaraskipum Landsins. Tað er beinleiðis tvætl. Slíkt afturstig ber heilt einfalt ikki til at gera, sigur Strandferðslan. Bussarnir fara eini at ferðast sum vanligt um Vestmannasund, meðan Sam siglir. Men eingin ivi er um, verður sagt av Strandferðsluni, at tað verða fleiri túrar, fólk noyðast at bíða. Tí tað verður bara Sam, sum fer at sigla. Ternan I er upptikin aðrastaðni, og hon hevði annars ikki kunnað verið brúkt, tí hon hevur ikki loyvi at flyta bilar meira. Og annað skip er heilt einfalt ikki til. So góði, gamli Sam verður álitið um Vestmannasund í november. Ternan verður aftur á Vestmannsundi til jólaferðsluna, sigur Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandfaraskioum landsins. Mentanarvirðislønin latin Ingálvi av Reyni Mentanarvirðisløn Landsins verður í ár latin Ingálvi av Reyni, myndlistamanni. Virðislønin er kr. 150.000,- Landsstýrismaðurin í mentamálum letur Mentanarvirðisløn Landsins eftir tilmæli frá nevnd umboðandi føroysk listafólk. Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal virðislønarevnið hava skapað listarligt lívsverk á høgum listarligum støði ella hava skapað eitt ella fleiri listarlig avrik, ið gera, at viðkomandi má haldast at hava uppiborið ein heiður sum Mentanarvirðisløn Landsins. Nevndin, ið sambært reglugerð ger tilmæli til landsstýrismannin, sigur m.a.í grundgeving síni: Ingálvur av Reyni hevur í myndlist síni víst á nýggjar leiðir og flutt mørk sum fáur. Sterku og eyðlýstu komposisjónir hansara og fjølbroytta avrik eru vitnisburðir um listamann, ið hevur sett sær høg mál og ásannað, at í listini eru einans tey strangastu krøv galdandi. Við trúfesti sínum ímóti sannari list hevur hann hesa seinastu hálvu øldina verið eitt fyridømi fyri øll føroysk listafólk. Mentanarvirðisløn Landsins verður handað á almennum hátíðarhaldi, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið skipar fyri í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 30. oktober kl.20.00. Oljuvinnan krevur bústaðarpolitikk Nú oljuvinnan er við at taka dik á seg í Føroyum, kunnu vit vænta, at fleiri fólk í styttri ella longri tíðarskeið fara at búseta seg i Føroym. Spurningurin, hvar hesi fólkini ynskja at búgva er greiður. Tey vilja búgva í miðstaðarøkinum. Tí kunnu vit uttan iva vænta, at fólkatalið í miðstaðarøkinum og serstakliga Havnini fer at vaksa enn ógvusligari enn nú. Okkurt oljufelag hevur longu tosað um, at teirra felag kemur at brúka eini 15 útlendsk starvsfólk. Hesir tilflytarnir hava sínar familjur við til Føroyar, so tað talið kann lættliga gerast nógv hægri. Hetta er bert byrjanin. Vit eiga tí at seta okkum spurningin, hvussu so verður, um vit finna olju. Ein so stór tilflyting krevur ein skipaðan bústaðarpolitikk. Vit eiga at seta okkum spurningin, um vit framhaldandi skulu byggja hvør sítt hús og harvið lata tað upp til hvønn einstakan at finna sær bústað, ella vit vilja skipa ein bústaðarpolitikk, har pláss og møguleikar eru hjá øllum. Um vit velja at lata standa til, so kunnu vit vænta, at bæði leigu- og húsaprísirnir fara at hækka enn meira. Tá verða tað tey háløntu, sum hava møguleika at útvega sær bústaðir, meðan vanliga fólkið má taka við tí, sum einaferð verður eftir, ella tað, sum tey eru før fyri at gjalda. Tað fyrsta, vit kunna gera, er at fáa eina leigulóg, eina lóg ,sum ásetir krøv til bæði leigaran og eigaran. Krøv um, hvussu ein íbúð skal vera, kostnað, leigusáttmálar o.s.fr. Vit eiga at gera tað møguligt at byggja og reka leiguíbúðir.Vit mugu skapa møguleikar soleiðis, at vit veruliga kunna velja, hvussu vit skulu búseta okkum, vit mugu burturúr okkara siðbundna hugburði, at hvør einstakur sjálvur skal verða bundin av at byggja síni hús og harvið binda seg fíggjarliga restina av lívinum. Hetta er ein av fortreytunum fyri, at vit kunnu hava eitt livandi miðstaðarøki. Elin Lindenskov býráðslimur, valevni Javnaðarfloksins www.lindenskov.com Skil má fáast á parkeringsviðurskiftinum Á fleiri vegastrekkjum er onki skil á parkeringini. Nevnast kann: Víkavegurin, undir Fossum, undir Brúnni og fleiri aðra staðir í býnum. Har má skil fáast á. Bilar standa sum best ber til, tað mátti ikki verið so ringt at fingið parkeringsviður-skiftini í rættlag um viljin var til staðar. Gongubreytir Nógva staðir í býnum mugu fótgangarnir ganga á vegnum. Stórir mangul er á gongubreytum. Hetta mugu vit fáa í rættlag so fótgangarin kann føla seg tryggan tá tey fara út. Gott val. John Sigurd Joensen Valevni á Javnaðarlistanum í Klaksvík Vælkomin inn á Nes Undirritaði fer enn einaferð at gera vart við, at vegirnir úti á Nesi, sum eru landsvegir, eru sera vandafullir - í ávísum førum deyðsfellur. Eingin við ábyrgd kann lata hetta sita á sær. Sum umboð fyri Nes kommunu hava vit á óteljandi fundum og við óteljandi skrivum til Landsverkfrøðingin gjørt vart við støðuna, men tað hendir einki, tí onnur arbeiði verða raðfest hægri. Í løtuni arbeiðir fíggarnevnd løgtingsins við løgtingsfíggjarlógini fyri 2001, og tí fer undirritaði at heita á limirnar í fíggjarnevndini um at seta pening av til nevnda endamál. Fíggjarnevndarlimirnir eru eisini vælkomnir inn á Nes at kunna seg við umstøðurnar! Súni í Hjøllum, bygdaráðslimur Foreldraløn - Barnaansing Tað er ein sera stór upphædd sum Býráðið hevur sett av til barnaansing og tað er rættuliga tankavekjandi at tørvurin kortini ikki verður nøktaður. Ongin ivi er um, at øll barnaansingin eigur at verða endurskoðað. Eg eri sannførdir um., at alt ov nógvar dupultfunktiónir og órationellar loysnir eru nógva staðni. Tey bestu at ansa eftir sínum børnum eru foreldrini og tað er ongin ivi um, at frægasta loysnin, ella valmøgulleikin, er hon, at Býráðið letur eina munandi upphædd sum ger tað møguligt at annað av foreldrunum er heima hjá barninum/børnunum.Vit skulu ikki lata bureakrati ella smásinni forða slíkum ætlanum um foreldragjald. Ein gongd leið er sjálvandi eisini at størri arbeiðspláss útvega sær barnagarðar, men eri eg bangin fyri at ein í slíkum føri kann koma gera at gera mun á fólki at og at tey virkini sum eru betur fyri fíggjarliga koma at hava betur sømdir enn onnur td., virkir innan fiskivinnuna. Eg haldi at tað yvirhøvur er so mannminkandi og ósømuligt at barnaansingin ídag í Føroya Høvuðsstaði er ein so stórur trupulleiki og sum kanska ger at ung fólk aftra seg við at fáa børn. Tórshavn fer at vaksa sera nógv í komandi árum og verður tørvurin fyri ansing at vaksa almikið. Tjóðveldisflokkurin skal loysa hetta álvarsmál til fulnar. Johan Mortensen, valevni fyri Tjóðveldisflokkin til býráðið Tekniski skúlin aftur hóttur Enn eina ferð sær ikki mætari út enn, at landsins myndugleikar aftur eru í ferð við at máa støðið undan Tekniska Skúlanum í Havn. Hetta hóast lærlingatilgongdin er støðugt vaksandi (takkað veri økta virkseminum innan handverksvinnuna), og brúk sostatt er fyri skúlanum nú meira enn nakrantíð. Men trongu fíggjarkarmarnir, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur kroyst oman yvir skúlan næsta ár, taka snøgt sagt grundarlagið undan honum. Munurin millum uppskot skúlans til fíggjarætlan fyri 2001 og tað, sum UMMS hevur álagt skúlanum at halda seg innan fyri, er slakar fimm miljónir krónur. Leiðsla skúlans hevur gjørt myndugleikunum greitt, at verður hetta úrslitið, fær tað sera álvarsamar avleiðingar fyri undirvísingarvirksemið á skúlanum. Krøvini til vinnuskúlar gerast alt størri, og fær Tekniski Skúlin ikki tær sømdir, ið neyðugar eru fyri at kunna lúka hesi krøv, ja, so fær hann heilt einfalt ikki virkað sum ein vinnuskúli. Soleiðis, sum skúlin hevur verið viðfarin av myndugleikunum gjøgnum árini, kann ein ikki annað enn freistast til at fáa illgruna um, at hetta er liður í eini miðvísari herferð ímóti skúlanum við tí endamáli fyrr ella seinni at taka hann av! Tingið viðger í løtuni uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri næsta ár, har landskassastuðulin til Tekniska Skúlan er settur til 14,3 milj. kr., meðan tørvurin hjá skúlanum er 19,1 milj. kr. Undirritaði fer í hesum sambandi at loyva sær at heita á allar tingmenn, ikki minst teir úr Suðurstreymi, um at reisa uggafjaðrarnar í hesum máli og koma Tekniska Skúlanum til hjálpar, so hann fær ta neyðugu játtanina at virka undir næsta ár. Fær hann ikki tað, verður avleiðingin sambært leiðslu skúlans m.a., at nýggir lærlingar ikki sleppa í læru fyrrenn um tvey ár, og at teir, ið hava gjørt sáttmála eftir 1. august í ár, ikki sleppa í skúla fyrrenn um tvey ár. Umframt at neyðugt verður at leggja deildir niður við teimum harav standandi avleiðingum fyri viðkomandi vinnugreinar. Hetta verður ein dyggur smeitur fyri handverksvinnuna, ið eftir sváru kreppuárini nú so smátt er um at koma fyri seg aftur. Støðan er við øðrum orðum sera hættislig, og vónandi leggja tingmenn sær hetta bæði væl og virðiliga í geyma í sambandi við víðari viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár. Leivur Hansen borgarstjóri Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Annika ivasom Sunnudagin orkaði eg illa at renna, og eg helt sjálv, at okkurt var galið, sigur Annika Ljósstein, sum er ivasom undan dystinum móti Neistanum Síðani tá hevur hon verið hjá lækna, og umframt at hon hevur fingið staðfest hjáholubruna, umframt at talan møguliga eisini er um ein ferðil av lungnabruna. Um dystin móti Neistanumer eitt sindur ilt at siga, hvørjum vit rokna við. Eg havi als ikki sæð Neistan í ár, so einasta, sum eg havi at ganga eftir, eru úrslitini higartil, og tey hava verið svingandi hjá báðum pørtum. Hinvegin spæla vit sjálvandi fyri at vinna, og hesum fara vit sjálvandi at gera alt fyri at røkka, sigur Annika Ljósstein. Annars leggur hon afturat, at eisini Anna Kristina Samson er ivasom, eftir at hon í dystinum móti VÍF fyri viku síðani fekk hald í ryggin. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Skal takast í álvara Venjarin hjá vestmenningum ávarar leikarar sínar ímóti at taka ov lætt upp á dystin móti H71. Um leikararnir taka uppgávana í álvara, egia vit at kunna vinna dystin, men verður tað ikki gjørt, kann tað gerast sera trupult. Í fjør var um reppið, at tað kiksaði móti H71, tá vit skoraðu sigursmálið í seinastu sekundunum. Annars heldur Hjalmar Klein Olsen, at hoyvíkingar tykjast vera betri fyri í ár, enn teir vóru í fjør, og ikki minst tykist hann vera spentur um, hvussu Halgir Dahl-Olesen fer at standa seg í ár. Um góða byrjanina, sum vestmenningar hava fingið, sigur Hjalmar, at venjingarstøðan í ár hevur verið góð frá byrjan. Eg havi havt allar leikarar tøkar síðani fyrst í august mánaði, og hetta hevur avgjørt virka positivt á venjingarstøðuna. Eisini vóru vit á Lanzarote á venjingarlegu, so alt í alt haldi eg leikararnar vera sera væl fyri. Um hópin til dystin sunnudagin sigur venjarin annars, at hann helst verður tann sami, sum á Skála, og merkir hetta sostatt, at Áki Olsen allar helst enn ikki er 100% til reiðar at spæla. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Skilnaðurin er byrjaður Hondbóltur: Í fleiri av dystunum hetta vikuskiftið eru á pappírinum greiðir favorittar, men samstundis er talan um dystir, sum í fjør góvu oddaliðunum onkra skeinu Nú hondbóltskappingin av álvara er komin í gongd, er munur so smátt um at koma ímillum tey bestu liðini og so hini í teimum báðum fremstu røðunum. Hetta vikuskiftið skulu fimm dystir avgreiðast, og tað er ikki óhugsandi, at vit aftur hesu ferð fáa onkra ábending um, hvør fer at manna ávíkavist odda- og botnsessirnar, tá kappingarárið fer at halla. Greiðir favorittleiklutir Hóast tað í teimum báðum kvinnudystunum, sum verða leiktir um vikuskiftið, eru greiðir favorittleiklutir, so kann tað meira enn so verða, at okkurt av oddaliðunum fer at fáa ein hvøkk. Tá Stjørnan í fjør gjørdist føroyameistari, hendi hetta, samstundis sum tær vóru fyri næsta tapinum á kappingarárinum, sum samstundis var einasta tap í endaspælinum. Mótstøðuliðið ta ferðina var júst Neistin, og ivaleyst vil Stjørnan gera alt tær eru mentar, til tess at vaska hendan blettin av sær aftur. Sigurin hjá Neistanum í fjør prógvaði tó, at tær kunnu gera ein vørr móti øllum liðum, og sálarliga er hetta ivaleyst ein góð barlast at hava. Neistaliðið er tó framvegis nakað skert, tí eins og í dystinum móti Kyndli mugu tær eisini sunnudagin vera Ingu Danberg fyri uttan. Honvar fyri stuttum og royndi seg hjá ÍBV í Íslandi, og hóast hetta ikki bleiv til nakað varandi samstarv, so royndi hon seg í dysti fyri felagið. Hesin dystur varð leiktur 8. oktober, og hetta merkir, at hon ikki verður tøk hjá Neistanum fyrr enn 7. november. Hetta tí § 4, petti 1 í kappingarreglunum fyri hondbólt áseta, at tað skulu ganga í minsta lagi 30 dagar ímillum, at leikari kann spæla dyst við tveimum ymsum feløgum. Ivaleyst ein dyggur smeitur hjá Neistanum, sum ivaleyst hevði vónað, at Inga, eins og undanfarnu árini, fór at gerast ein av týdningarmestu leikarunum á liðnum. Tað kann hon framvegis gerast, men altso ikki fyrr enn eftir 7. november. Í hinum dystinum sunnudagin skal VÍF á heimavølli royna seg móti uppflytarunum úr Sóljuni. Á pappírinum er VÍF uttan iva favorittur, og hóast tær hava verið eina vitjan í Klaksvík, eru tær framvegis ósigraðar. Úrslitini hjá Sóljuni higartil boða tó frá, at tær væl kunnu bíta frá sær, og serliga er tað toppskjuttin í deildini, Simona Dzikgyte, sum er orsøkin til hetta. Spenningur á Hálsi Hjá monnunum verða tríggir dystir hetta vikuskiftið. Uttan at vit skulu avgera hesar áðrenn teir eru leiktir, ber tó til at siga, at í tveimum av trimum førum eigur talan at gerast um greiðar sigrar til liðini, sum bera favoritt heitið. Leygardagin vitjar Kyndil í Vestmanna, har KÍF framvegis eigur heimavøll. Hóast tað í endaspælinum í fjør var nær við, at kollfirðingar koppaðu teimum grønu, so er einki at ivast í, at Kyndil er favorittur. Dysturin í fjør prógvaði tó, at tað er neyðugt, at uppgávan verður tikin í álvara, og Kyndil sleppur neyvan eins væl sum í fjør, um ikki verður rætt atborið. KÍF tykist í øllum førum at betri fyri nú, og so er spurningurin, hvat úrslit stendst av hesum. Sunnudagin er tað VÍF, sum eigur høllina í Vestmanna, tá H71 kemur á vitjan. Heldur ikki her eigur nakar sum helst ivi at vera um úrslitið, og spæla vestmenningar á bara nøkunlunda sama støði, sum teir hava gjørt higartil, verður talan her um greiðan heimasigur. At síggja til eru teir í løtuni nógv sterkasta manslið í landinum, og tað verður ikki roknað við, at hoyvíkingar fáa gjørt nakað, til tess at broyta um hetta. Seinasti dysturin sunnudagin verður í Havn, har Neistin og StÍF bresta saman. Hetta líkist einum dysti, sum kann gerast rættiliga spennandi, og samstundis tykist hann eisini avgerandi fyri, hvat av liðunum megnar at fylgja við vestmenningum á stigatavuni. Strandingar hava longu tapt fyri vestmenningum, og spurningurin er nú, um teir megna at reisa seg aftur. Ein týðandi liður í hesum er, hvørt leikandi venjarin, Costin Dumitrescu, er tøkur aftur. Sunnudagin prógvaði hann, hvussu stóran týdning hann hevur hjá strandingum, og ikki minst varð hetta sjónligt, tá hann noyddist av vøllinum. Heimaliðið noyðist tó at vera veteranin, Kára Mortensen, fyri uttan, eftir at hann sá reytt í grannauppgerðini móti Kyndli. Ivaleyst ein stórur missur, og so er spurningurin, hvussu venjaraparið hjá Neistanum fer at loysa hendan trupulleikan. Magnus Tausen - jakup@sosialurin.fo Oddabrak í Klaksvík Fimm dystir eru á skránni hetta vikuskiftið, og ikki minst man spenningur vera um dystin í Klaksvík, tá Dráttur kemur á vitjan hjá Føroyamestarunum Flogbóltur Næsta umfar í flogbóltslandskappingini er á skránni um vikuskiftið. Einir 25 landskappingardystir eru á skránni í ymsu deildunum. Meistaradeild kvinnur Í meistaradeildini hjá kvinnum eru tríggir dystir. Dysturin leygardagin millum Mjølnir og Drátt er ógvuliga áhugaverdur. Mjølnir hevur seinastu árini staðið seg sera væl. Tær hava verið føroyameistarar ferð eftir ferð, og seinasta kappingarár taptu tær bara ein dyst. Í ár tykist Dráttur at kunna hótta Mjølnir. Við nýggja útlendska venjaranum á odda fara tær til Klaksvíkar at gera tað ómøguliga - vinna á Mjølni. Hesin dysturin fer ikki at avgera hvar gullið endar, men hann fer at geva ávísar ábendingar. Mjølnir hevur vunnið gull 9 ferðir síðan meistaradeildin varð skipað í 1986. Dráttur hevur ongantíð vunnið føroyameistaraskapin, tó tað onkuntíð hevur verið nær við. Hin dysturin leygardagin er millum Fossanes og ÍF. Hesin liðini taptu í fyrsta umfari og skulu nú fáa fyrstu stigini til hóldar. Her má sigast, at ÍF hevur betru møguleikarnar at vinna, tí liðið hevur royndirnar. Fossanes er framvegis í læru í bestu flogbóltsdeildini, men tó skal ikki vera sagt, at tær longu eru foknar. Dysturin hjá kvinnunum sunnudagin er millum TB og Fleyr. TB vann í fyrsta umfari og Fleyr tatpi. Heisi liðini eru nakað torfør at meta um, tí TB hevur mist nógv fólk, og Fleyr er ógvuliga óstøðugt, bæði leikliga og innanhýsis á liðnum. Skulu tær vinna á TB sunnudagin, skal nógv gerast betur enn seinasta sunnudag ímóti Drátti og TB er væl fyri heima. Meistaradeild menn Hjá monnunum er sum vant bara tveir dystir á skránni: Í Klaksvík skal Mjølnir stríðast við SÍ. Tað plagar at ganga væl hjá Mjølni, tá ið SÍ er á vitjan, og í ár stendur sera væl til við fólki hjá Mjølni. Hjá SÍ kann alt henda, letur tað til. Í dystinum seinasta leikumfar, sum var ímóti Felyr, spældu teir út av lagi vánaligt fyrst í dystinum, men vendu so gongdini og kundu havt vunnið, tá ið av tornaði. Mjølnir má tó metast at vera betur fyri til dystin leygardagin. Í Eysturskúlanum verður so fyrsta slagið um Havnina. Fram og Fleyr hava leikt mangar sera góðar og spennandi dystir. Seinasta kappingarár var tað tó eingin, ið kundi fylgja við Fleyr, men í ár er liðið hjá Fram ment, og liðið hjá Fleyr er nógv broytt, og helst eisini viknað nakað. Hesir dystirnir eru altíð nakað heilt serligt. Menn leggja nógv fyri, og ofta leikar hart á. Romica Pascu venur í ár Fram. Hann vandi Fleyr seinasta kappingarár, so kanska veit hann okkurt gott vápn at koppa teir við. Romica spælir sjálvur við á liðnum hjá Fram, og styrkir hann væl um. Eisini er Heini Weihe komin aftur til Føroya at búgva, og spælir hann sjálvandi við barndómsfelagnum Fram. Fram og Fleyr dystaðust í FK-kappingini, sum Fleyr skipaði fyri. Tá megnaði Fram akkurát at vinna eftir sera javnan og spennandi dyst. Alt er tí opið undan dystinum leygardagin. Dystir um vikuskifti Meistaradeild, kvinnur Leygardag 21.10.00 KÍ-høllin Mjølnir - Dráttur kl. 13.00 Leygardag 21.10.00 KÍ-høllin Fossanes - ÍF kl. 17.00 Sunnudag 22.10.00 Trongisvágur TB - Fleyr kl. 13.00 Meistaradeild, menn Leygardag 21.10.00 KÍ-høllin Mjølnir - SÍ kl. 13.00 Leygardag 21.10.00 Eysturskúlin Fram - Fleyr kl. 15.30 Hansen - jakup@sosialurin.fo Yrkisfótbólturin hevur eisini skuggasíður Hans Fróði Hansen er komin til ta niðurstøðu, at hann heldur vil vera partur av vanliga lívinum í Føroyum, enn at ofra familju, vinir og útbúgving uttan at hava trygd fyri, at fótbólturin fer at geva nakra serliga inntøku Fótbóltur Fótbóltsspælarar við nýggjum royndum eru so smátt farnir at síggjast í føroysku feløgunum. Talan er um spælarar, sum eitt tíðarskeið hava verið fulltíðar yrkisspælarar í útlendskum feløgum, men sum síðani eru komnir aftur til Føroya, har teir spæla fótbólt og arbeiða ella útbúgva seg. Fyrsta dømið um hetta var Allan Mørkøre, sum í summar kom aftur úr ÍBV í Vestmannaoyggjunum og í HB. Har hevur hann verið seinnapartin av kappingarárinum, samstundis sum hann hevur hildið fram við pedagog útbúgvingini. Um Allan Mørkøre aftur fer av landinum ífótbóltsørindum, er ikki greitt enn. Næsta dømið um yrkisspælara, sum so at siga stingur í sekkin í útlandinum og kemur heim aftur á klettarnar, er Hans Fróði Hansen. Hjá Hans Fróða er trupulleikin ikki, at hann ikki sleppur upp í part í Noregi. Burtursæð frá tá hann hevur verið skaddur, hevur Hans Fróði spælt so at siga hvørja ferð. Síðani hann fyri einum ári síðani fór til Sogndal IL, hevur miðverjin spælt 22 dystir, og hann hevur skorað eitt mál. Ítróttarsosialurin bar síðsta leygardag tíðindini um, at Hans Fróði Hansen komandi kappingarár skal spæla við B68, sum hevur gjørt avtalu við Sogndal. Sáttmálin við norska felagið var annars eisini galdandi fyri komandi ár. Á heimasíðuni hjá Sogndal IL vóru tíðindini um Hans Fróða Hansen at lesa nú mikudagin. Har stóð, at Hans Fróði fer aftur til Føroya av familju orsøkum. Krevur nógv Hesi seinastu árini hevur verið tosað og skrivað nógv um føroyskar fótbóltsspælarar, sum ætla sær av landinum at spæla fótbólt. Ungir dreingir hava fingið møguleikan at royndarvenja í stóru feløgunum. Nógvir hava ivaleyst dreymar um at liva av fótbóltinum. Tað verður gjørt meiri burturúr teimum, sum tað eydnast væl hjá, at teir eftir nøkrum fáum árum kunnu tryggja seg fíggjarliga, enn tað verður gjørt burturúr teimum mongu, sum ikki fáa so mikið burturúr fótbóltinum, at tað kann brúkast til framtíðar trygging. Hans Fróði Hansen duldi í fjør ikki fyri, at dreymurin hjá honum var at spæla í einum felag í bestu ella næstbestu deildini í Onglandi. Hann royndarvandi tvær ferðir í Onglandi og Skotlandi, og tá sáttmálin við Sogndal varð undirskrivaður fyri einum ári síðani, so var tað í teirri vón, at talan so at siga fór at verða um lopfjøl til bretskan fótbólt. Eg havi umhugsað støðuna gjølla. Avgerðin um at flyta aftur til Føroya er ikki tikin eftir einum degi. Men nú er hon tikin, og tað eri eg fegin um. Mínar royndir sum fulltíðar yrkisspælari eru, at hetta er eitt lív, sum krevur ógvuliga nógv av tær, bæði á ein og annan hátt, sigur Hans Fróði Hansen, og hann hevur einki ímóti at útgreina: Síðani vit byrjaðu beint eftir ársskiftið hava vit havt einar seks frídagar. Vit venja eina og tvær ferðir um dagin. Um tú skalt vera væl fyri, so krevur tað nógva hvíld, og tað er neyðugt við nógvari sjálvsisipælin. Tað havi eg lært nógv av. Dreymurin er kámaður Fótbóltslívið í Noregi hevur Hans Fróði kent soleiðis, at hann hevur verið noyddur at leggja alt í tað. Hjá teimum spælarunum, sum fáa so stóran ágóða burturúr, at teir kunnu tryggja seg fíggjarliga, man hetta vera at liva við. Men tað eru ikki mong feløg í Norðurlondum, har upphæddirnar eru so stórar. Í Noregi er tað bara i Rosenborg, at spælararnir vinna so mikið nógv, og mín fatan er, at tað eru heilt fá feløg í Danmark og Svøríki, har umstøðurnar eru soleiðis. Hjá teimum flestu er tað soleiðis, at teir mugu so at siga byrja av nýggjum, tá tíðarskeiðið sum fótbóltsspælari er liðugt. Mær dámar framvegis væl at spæla fótbólt. Avtaluna við B68 kenni eg sum stóra avbjóðing. Felagið vil kappast um FM, og eg vóni at verða ein styrkur hjá toftamonnum. Um avrikini framvegis fara at vera nóg góð til at spæla á landsliðnum, verður landsliðsvenjarin at meta um. Um dreymurin um fótbólt í útlandinum skal gerast til veruleika, so skal talan vera um eitt tilboð av tí slagnum, sum eg ikki hava sæð enn, og tað er neyvan serliga sannlíkt, at eg fari at fáa eitt sovorðið tilboð. Annað telur eisini Hans Fróði Hansen er 25 ára gamal, nú hann kemur aftur til Føroya við eitt ára royndum sum yrkisspælari í útlandinum: Eg eri fegin um, at leiðslan í Sogndal IL hevur skilt avgerðina, sum eg eri komin til. Nú gleði eg meg til at liva sum ein vanligur føroyingur, at hava familjulív og at fara undir arbeiði og kanska onkra útbúgving. Royndirnar at liva sum yrkisspælari rokni eg við fara at verða hentar. Kanska onkur av ungu monnunum, sum hava hug at royna seg sum fótbóltsspælarar í útlandinum, fara at fregnast um mínar royndir. Tað er spennandi at fara undir eina sovorna avbjóðing. Men eg haldi, at tað skal ikki ganga ov long tíð, áðrenn spurningurin, hvussu tað verður við framtíðini, verður tikin uppaftur. Tað er stuttligt at spæla fótbólt, og kanska er tað ikki so lætt at ásanna, at yrkisfótbólturin ikki er ein dansur á rósum hjá øllum. Men tað er neyðugt at síggja veruleikan í eyguni, heldur Hans Fróði Hansen. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Spennandi føroyskt vikuskifti Meðan vit fáa eina føroyska lokaluppgerð sunnudagin, skulu Todi Jónsson og FCK vitja oddaliðið mánadagin Fótbóltur Frá einum føroyskum sjónarhorni tykist komandi vikuskifti at vera eitt av teimum spennandi í donsku superliguni. Føroysk uppgerð Sunnudagin fara OB og Johan Byrial Hansen á vitjan hjá meistarunum úr Herfølge, har Jákup Mikkelsen sum kunnugt verjir málið. Roknast kann við, at teir báðir føroyingarnir vera við frá fyrsta bríkslið, og fyri bæði liðini er alneyðugt, at ein sigur kemur undir land. Herfølge hevur langt ífrá livað upp til meistaliga avrikið frá undanfarna kappingarárið, og niðurflytingarstrikan er í løtuni óhugnaliga nær. Eisini hjá OB er neyðugt við sigri, um teir skulu gera sær vónir um at fylgja við oddaliðunum. Eitt tap kann eisini viðføra, at OB fer at nærkast botnsessunum, og har hava liðfelagirnir hjá Johan verið alt ov ofta eftir egnari metan. Skulu uppeftir AGF hevur havt tað alt annað enn lætt seinastu tíðina. Vánalig fíggjarlig eins og ítróttarlig avrik hava ført við sær, at tað nú rættiliga sansar at í fleiri mátar. Fíggjarliga er tað kanska ikki so nógv, sum leikararnir kunnu gera, og so er spurningurin, hvat teir megna ítróttarliga. Sunnudagin kemur Lyngby, sum í løtuni er á øðrum plássi, á vitjan, og hetta boðar frá eini torførari uppgávu. Strykin hjá Lyngby hevur serliga verið álopsparturin, har teir í ár hava verið sera ágangandi, so um Óli sleppur at byrja á vøllinum, fær hann ivaleyst sítt at síggja til. Oddadystur Nú er við tíðini vorðið nakað síðani, at FCK seinast var partur av eini oddauppgerð, men mánadagin skulu teir so aftur sleppa at royna hendan heldur óvanda leiklut. Uppflytararnir úr FC Midtjyllan, ella FCM, hava higartil tikið øll á bóli, og tað er millum annað takkað verið einum sigri í Parkini, at teir nú eru á fremsta plássi í superliguni. Eitt tap, sum FCK ikki helt seg hava uppiborið, og sum teir nú vilja hava hevnd fyri. Todi Jónsson slapp á vøllin seinastu tíggju minuttirnar undanfarna vikuskifti, og við tveimum málum boðaði hann venjaranum frá, at hann nú aftur er til reiðar at spæla. Er hann skaðafríur telist Todi uttan iva millum teir fyrstu ellivu hjá Roy Hodgson, og so kunnu eisini føroyskir sjónvarpshhyggjarar kanna eftir, um formurin er í lagi. Í øllum teir hyggjarar, sum síggja rásina 3+, sum sendir dystin beinleðis mánakvøldið. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Hans Fróði og Julian verða uttanfyri Kurt Mørkøre verður í morgin einasti føroyingurin á liðnum hjá Sogndal. Mánadagin verður tað greitt, um Hans Fróði verður við í uppflytingardystunum, ella um hann er liðugur í Sogndal Fótbóltur Seinnapartin í morgin fara áskoðararnir í Sogndal at fagna teirra spælarum fyri, at teir hava ognað sær bronsukrónurnar í næstbestu norsku deildini. Dysturin ímóti Kjelsås hevur ongan týdning fyri endastøðuna hjá Sogndal. Tað er greitt, at teir skulu spæla um eitt pláss í bestu deildini. Tá dystirnir í bestu deildini eru av seinnapartin í morgin verður greitt, hvat lið fer at enda á triði aftasta plássinum í bestu deildini og harvið hvat lið skal spæla ímóti Sogndal. Í morgin verður Kurt Mørkøre í álopinum hjá Sogndal. Kurt var leikbannaður, tá Sogndal síðsta sunnudag vann á útivølli ímóti Raufoss. Í morgin verður Julian Johnsson leikbannaður. Hans Fróði Hansen var skaddur síðsta sunnudag, og tað er greitt, at hann heldur ikki verður við í morgin. Liðband plágar Fyrri uppflytingardysturin verður longu mikudagin, og tann seinni verður leygardagin í komandi viku. Ivaleyst verða bæði Kurt Mørkøre og Julian Johnsson við í teimum dystunum. Støðan hjá Hans Fróða Hansen var í gjár meiri ivasom: Tað er ytra liðbandið í øðrum fótinum, sum er eitt sindur leyst. Eg havi ikki vant saman við liðfeløgunum, síðani vit komu aftur úr Sveis, men eg havi vant fyri meg sjálvan. Mánadagin skal eg til kanningar hjá læknanum. Tá verður avgjørt, um eg skal spæla í uppflytingardystunum. Eg fari bara at spæla, um skaðin verður burtur, so nú fáa vit at síggja, sigur Hans Fróði Hansen. Skaðin kom undan fráferðini til Sveis. Landsliðslæknin og fysioterapeuturin arbeiddu alla tíðina við skaðanum. Undan dystinum roknaði Hans Fróði ikki við, at hann fór at spæla allar 90 minuttirnar. Men so varð Jens Kristian Hansen rikin av vøllinum, og tí bar tað illa til at skifta hin eftiransaran í miðverjuni út: Eg hevði nógva pínu, og tað var ikki serliga stuttligt, men tað eydnaðist at vera við alla tíðina. Eg haldi ikki, at skaðin gjørdist verri av landsdystinum. Men hann hevur verið so mikið meinur, at eg havi ikki fingið vant og spælt, og tað fari eg heldur ikki at gera í morgin. Um fótbóltsárið er liðugt, ella um eg sleppi upp í part í uppflytingardystunum verður avgjørt mánadagin, segði Hans Fróði Hansen í gjár. Skaðin kann hava við sær, at Hans Fróði ikki fer at spæla aftur við Sogndal IL. Avgerðin um tað verður tikin mánadagin. Tað er í hvussu so er greitt, at Hans Fróði flytir til Føroya, tá uppflytingardystirnir um eina viku eru fingnir frá hondini. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Øssur í Onglandi Føroyski landsliðsleikarin, Øssur Hansen, er í hesum døgum í Onglandi, har hann í fyribils ein mánað skal royna seg hjá Oldham Fótbóltur Tað var um hetta mundi fyri einum ári síðani, at Øssur Hansen av fyrstan tíð fór til Onglands at royna seg. Hann var tá í eina viku til royndarvenjingar hjá Oldham, men í fyrsta umfari spurdist tó einki burtur úr hesum venjingum. Tørvur á lámum Heilt gloymdur eftir venjingarnar var føroyski spælarin tó ikki, tí í heyst hevur Oldham aftur sett seg í samband við hansara. Felagið hevur fingið eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið, og hetta hava sjálvandi verið fleiri orsøkir til. Ein av hesum orsøkum hevur allar helst verið, at ov fáir lámar hava verið á liðnum, og hetta hevur felagið so gjørt nakað við nú. Sjálvur er Øssur triði lámurin, sum nú kemur til felagið, og í fyrsta umfarið verður talan um eitt leigumál upp á ein mánað. Eg kundi helst fingið ein leigusáttmála, sum fevndi um eitt longri tíðarskeið, men eg vildi líka sum fyrst vita, hvussu eg fall til í nýggja umhvørvinum. Eru báðir partar nøgdir, er jú einki til hindurs fyri at leingja leigumálið, sigur Øssur Hansen við Sosialin. Hørð kapping Enn hevur Øssur ikki roynt seg í dysti fyri nýggja felagið, men hann hevur so sæð, hvat skal til, fyri at vinna sær pláss á liðnum. Eg sá seinasta dyst teirra móti Wycombe Wanderers, og eg má siga, at okkara lið spældi væl. Teir vunnu 2-0, og tað, sum eg serliga beit merki í, var at leikferðin var sera høg. Enn havi eg ikki sjálvur roynt meg í dysti, men væntandi skal eg spæla við eykaliðnum um vikuskiftið. Eg skuldi annars spælt við eykamonnunum mikudagin, men tann dysturin varð útsettur, orsakað av regni, sigur Øssur. Grundað á dystin móti Wycombe roknar hann við, at tað verður torført at sleppa á liðið, men vónleyst heldur hann tað kortini ikki vera. Vit hava vant sera nógv, einar tríggjar tímar um dagin, og tað hevur gingið hampuliga væl. Trívist væl Eisini uttan fyri vøllin letur Øssur væl at umstøðunum. Hann greiðir frá, at umstøðurnar at venja eru av teimum allabestu. Í frítíðini tykist eisini alt at vera i lagi. Eg búgvi hjá eini familju her niðri, og eg havi bara gott at bera teimum. Um dagin eru tey til arbeiðis, men eg fái kortini tíðina at ganga, tá venjing ikki er á skránni. Gangi kanska ein túr í býnum, og sjónvarpsrásirnar eru nógvar, so har er eingin trupulleiki, sigur Øssur at enda. Hvør veit. Teir føroyingar, sum síggja SkySports, hava hvørja viku høvi at síggja samandráttir úr triðbestu ensku deildini, har Oldham er eitt av liðunum, og møguliga verður Øssur at síggja á skýggjanum komandi tíðina. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Lættur sigur Hondbóltur, kvinnur: Uttan stórvegis hóvasták vann Kyndil ein hampuliga tryggan sigur á Tjaldri, sum aftur í ár fer at hava tað trupult Kyndil-Tajldur 36-24 (15-13) Upprunaliga skuldi hetta vera fyrsti landskappingardystur á árinum hjá liðunum báðum, men onkursvegna var dysturin útsettur, tá kappingin skuldi byrja. Hóskvøldið høvdu so bæði liðini stundir til at avgreiða setningin, og sum væntað, so gjørdist tað Kyndil, ið streyk avstað við báðum stigunum. Lág ferð Fyrsta partin av dystinum var annars ikki tann stóri munurin á liðunum báðum. Tjaldur fylgdi væl við, og tær vóru eisini á odda okkurt skifti í hálvleikinum. Tað tóktist tó alla tíðina eyðsæð, at tað tó bert var ein spurningur um tíð, so skuldi Kyndil fara avstað. Ann Hansen byrjaði á beinkinum, og tað setti eisini beinan vegin nakað av ferð á Kyndilsspælið, tá hon kom inn. Leikferðin hevði annars fram til tá verið óvanliga lág. Kyndil rykti tá nakað, men móti endanum fekk Tjaldur tó aftur toga seg eitt sindur fram aftur. Orkan ov lítil Í seinna hálvleiki fór Kyndil rættiliga skjótt at draga frá, og orsøkin til hetta var eisini eyðsýnd. Leikferðin, sum allan fyrra hálvleik hevði verið í lægra lagi, varð sett nakað upp, og so megnaði Tjaldur ikki at fylgja við. Longri tað leið út á dystin, størri gjørdist munurin, og tað var týðiligt, at munurin í venjingarstøðu hjá liðunum var stórur. Í einum tveimum førum slapp Kyndil at skjóta fimm-seks mál á rað, og móti endanum tóktust tær hugsa meira um, at allar skuldi sleppa á málskjúttalistan. Ov tunt Uttan at leggja nakað serligt í úrslitið, so ber kortini til at staðfesta, at enn væntar nakað í hjá liðunum báðum. Ringast stendur til hjá Tjaldrinum, sum als ikki tykist vera gearað til fyrstudeildarhondbólt. Teknisku feilirnir eru ov nógvir í tali, og eisini tykist tað, sum at orkan til at spæla er ov lítil. Ein betran av hesi hevði ivaleyst komið væl við, tí hóast teknisku manglarnir, so megna tær tó eisini at spæla hondbólt, men ikki í trýss minuttir. Hetta kom eisini til sjóndar fleiri ferðir í fjør, tá tær í nøkrum dystum fylgdu væl við í tríggjar fjórðingar av dystinum, men so dragnaðu afturúr seinastu løtuna. Hjá Kyndli tykist størsti trupulleikin at vera, at breiddin í hópinum er ov lítil. Ella skuldi man kanska sagt ov lítil á ávísum plássum. Serliga ringt tykist hetta vera í miðjuni, tí hóast mótstøðan hóskvøldið ikki var av teimum størstu, so fall leikferðin og -dygdin, hvørja ferð onkur av mið- ella bakspælarunum fór út á beinkin at hvíla seg. Heldur ikki er liðið so væl fyri á málverjasessinum, sum tær onkuntíð hava verið. Hetta skal tó ikki vera nýggju málverjunum til last, tí tað er avgjørt ikki nøkur løtt uppgáva at skula loysa fyrst og fremst Maritu Hermansen av. Samanumtikið tykist soðið vera ov tunt til, at Kyndil veruliga skal blanda seg upp í oddastríðið í ár, men hinvegin kunnu tær kanska tosa við, tá annað slag av málmi enn gull skal býtast út. Dysturin í tølum: Kyndil-Tjaldur 36-24 (15-13) Málskjúttar Kyndil: Lotte Sørensen 11(5), Jórun Ludvig 7(2), Ann Hansen 6(1), Anita Kjærbo 3, Signhild Petersen 2, Semona Fjallstein 2, Jensia Petersen 2, Kristbjørg Petersen 1, Kristina Holm 1, Brynhild Klein 1 Tjaldur: Beinta Joensen 7(1), Sunrid Gleðisheygg 6, Ann-Mari Østerø 4, Mona Langgaard 3, Kristine Ellingsgaard 3(1), Oddvá Fossdalsá 1 Brotskøst: Kyndil 8, Tjaldur 4 Útvísingar: Kyndil 1, Tjaldur 1 Henning Nicodemussen Tveir tímar við U2 TVEIR TÍMAR VIÐ U2 Írski rockbólkurin U2, sum í drúgva tíð hevur verið taldur millum mætastu av sínum slagi, gevur nýggja fløgu út hin 30. oktober. Ein forsmakk hava viðhaldsfólk fingið um alnótina við sonevndum e-cards á heimasíðuni hjá bólkinum. Heiti á nýggju fløguni er "All that you can't leave behind". Mánadagin 23. oktober verður høvi at hoyra enn meir frá írsku garpunum, sum vilja annað og meir enn bert undirhald. Tá fer bólkurin í útvarpshøli hjá BBC Radio One, har útvarpsfólk tosa við limirnar í bólkinum, eins og brot úr nýggju fløguni verða framførd. Útvarpssendingin, sum bara BBC sleppur at senda, verður tó eisini send á heimasíðuna hjá bólkinum sjálvum. Her kann allur heimurin bæði síggja og lurta "on line", tey rópa. Adressan er www.u2.com. Tað eru tey bæði Simon Mayo og Jo Whiley, ið sum einastu journalistar í heiminum hava fingið orð á U2, sum í dag man verða heimsins stórsti rockbólkur. Tey bæði BBC fólkini halda til í sonevndu Maida Vale upptøkuhølunum í London og útvarpssendingin byrjar mánadagin klokkan 11 bretska tíð og varir tveir tímar. Ivaleyst verða mangir løgreglumenn at síggja við dyrnar hjá BBC mánadagin. Henning Nicodemussen Tekstur, lyndi og mentan Í nýggjari bók, sum Fróðskaparsetur Føroya gevur út, eru fyrilestrar frá norrønari granskingarstevnu um bókmentir og lyndi - mentalitet - savnaðar. Heiti er "Nordisk litteratur og mentalitet" og ritstjórar eru Malan Marnersdóttir og Jens Cramer. Stevnan varð fyriskipað av Føroyamálsdeildini og varð hildin á Fróðskaparsetrinum 3.-9.august 1998. Hetta var 22. ferðin at felagsskapurin International Association for Scandinavian Studies møttist at granska norrøn viðurskifti. Evnið - tekstur, lyndi, mentan - varð samtykt á stevnu í Bonn tvey ár undan. Næsti fundur í felagsskapinum var hildin í Norwich í Onglandi í august í ár. Nýggja bókin, ið savnar allar fyrilestrar og íkast frá stevnuni í Føroyum í 1998, telur yvir 600 síður. Í drúgva innihaldsyvirlitinum, sum fevnir um 69 greinar, er bert ein, ið hevur burturav føroyskan vinkul. Tað er Anne-Kari Skarðhamar, sum viðgerð skaldskapin hjá Christiani Matras undir yvirskriftini "Hella, hugur og tíð - tidserfaring i Christian Matras' diktning". Hin 7. desember er hundrað ára dagur Chr. Matras. Í inniganginum verður upplýst, at eitt annað íkast til bólkaarbeiði hesar dagar á Fróðskaparsetrinum var um William Heinesen, sum Hanne Flohr Sørensen helt undir heitinum "William Heinesen og Færøerne - mellem middelalder og modernitet". Á sama hátt hevur Vár í Ólavsstovu í bólki reika fyri evninum at senda drunn. Heiti var "Bryllupsskikken at senda drunn - et levn af en frugtbarhedskult". Hesir partar eru tó, eins og 22 líknandi, ikki tiknir við í bókina. Fyrilestrarnir í bókini "Nordisk litteratur og mentalitet" fevna um almenn bókmentunarlig viðurskifti og ógvuliga nágreinilig - spesifikk - fyribrigdi í granskanini av norrønum teksti, mentan og lyndi. Henning Nicodemussen Filmar við Cliff Richard, sum Leslie Halliwell metir teir: Henning Nicodemussen Pippi á palli Birgir Kruse Familjusjónleikur: Í dag verður sjónleikurin um stuttligu, men balstýrnu gentuna, Pippi, sýndur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Liðin eru 55 ár síðani hin brátt 93 ára gamla Astrid Lindgren fyrstu ferð segði søguna um Pippi Langsokk í bók. Síðani er ein røð av søgum um Pippi komnar, sum fleiri eru gjørdar til film. Eftir at hava ferðast á teim sjey høvunum, hoyrdu vit hana í Útvarpinum og í dag fáa vit so høvi at hitta hana enn nærri - á heimligum palli í 74 ára gamla Sjónleikarhúsinum, har upprunaligi tónleikurin hjá Georg Ridel rungar afturvið. So nú er at syngja hjúlahopp, hjúlahey, hjúlahoppsasa. Sterka gentan Fáar gentur eru so kendar sum Pippi. Allastaðni í heiminum er hon kend. Og allastaðni er hon hetjan. Pippi er ímyndin av sterka barninum, sum gongur egnar leiðir - og megnar tað. Stundum hevur hon verið mett í so balstýrin, ja beinleiðis anarkistisk og kollveltandi. Samstundis hevur rithøvundin aftanfyri Pippi, aldrandi svenska Astrid Lindgren, livað eina skiftandi tilveru, tá umræður viðurkenning í bókmentunarligum granskingarhøpi. Ta tíðina, realisman var í høvuðssæti og alt ráddi um at verða tilbúgvin, vórðu søgur Lindgrens blakaðar út í myrkrið, tí tær lærdu okkum ikki at vaska upp og ganga rætt tvørtur um vegin. At hugflogið eisini hevði heimarætt, lærdu vit seinni. Tá gjørdist Lindgren við stórbærum, tíðarleysum søgum, bjartasta navn tá umráddi bøkur til børn. Og tað hóast hon kundi taka upp døpur evni sum deyða, myrkur og ótta, sum í søgunum um brøðurnar Leyvuhjarta og Mio mín Mio. Lindgren hevur sum eingin sligið navnið fast innan tað bókmentanarliga rák, sum nevnt verður fantastikkur, ella listahugflog. Øll makt - ikki til Tengil - men til hugflogið. Orðið í norði Men stuttlig er hon sanniliga eisini, hon Lindgren. Tak til dømis søgurnar um Emil og skálkabrøgd hansara á Kattholti. Á hvørjum ári, tá veturin er í nánd, plaga bókasøvn at skipa fyri einhvørjum norrønum bókmentunarligum tiltaki. "Orðið í norði" hevur føroyska heiti verið. Í ár fer tiltakið av bakkastokki 13.-19. november. Ljós verða slókt, kertur tendraðar og um somu tíð verður á móðirmálinum í øllum Norðanlondum lisið úr bókini "Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd" (bls. 15 og fram). Bókin, sum kom á føroyskum í 1996, er týdd til øll norðurlendsk mál. Í somu viku, hin 14. november, er 93 ára føðingardagur Astrid Lindgrens. So tá er verulig orsøk at tendra kertur. Mest lánt Bæði Landsbókasavnið og Býarbókasavnið hava lagt seg eftir at vera væl við á alnótini. Umframt at kunna um bókmentunarlig rák og viðurskifti, hava søvnini gjørt upp, hvør bókin er hin mest lánta. Hyggja vit at barnabókum, er júst ein Pippi-bók hin mest útlánta á Býarbókasavninum í Havn. Bókin er "Kennir tú Pippi Langsokk?", sum er ein av fleiri bókum, sum Turið Sigurðardóttir hevur týtt úr svenskum og Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út. Hendan, sum er ein myndabók, kom út í 1996. Í hesum Pippi-døgum kemur frá sama týðara og forlag enn ein myndabók um sterku gentuna, sum dugir so væl at hava tað stuttligt og leggur líka í, hvat hini halda. Bókin nevnist "Pippi heldur føðingardag". So nú Pippi skal á pallin og "mamma" hennara fyllir 93, er gott at vita, at hon er "still going strong". Bæði mamman og Pippi. Pippi Hyggja vit í svensku orðabókina, so kann orðið "pippi" merkja fjas, ørskapur og at verða í sjúkliga góðum lag, mótvegis tunglyndi. Eisini sipar navnið til fugl í búri. Ein av góðu gomlu stuttfilmunum hjá Laurel og Hardy (Gøg og Gokke) "Wrong Again" frá 1929 rópast á svenskum "Pippi i kvadrat". Søgan er í stuttum, at ein ríkmaður vil hava eina mynd av einum hesti. Ístaðin fyri innrammaðu myndina fær ríkmaðurin ein veruligan, livandi hest. Kanska hevur Astrid Lindgren sæð filmin og funnið uppá Pippi, ella í minsta lagi hestin. Hvør veit? Hugflogið setur eingi mørk. Frá bók til film Í 1945 kom fyrsta bókin á svenskum um Pippi. Árið fyri hevði Astrid Lindgren, meðan hon lá sjúk, skrivað fyrstu søguna um Pippi og givið dótturini Karin hana í føðingardagsgávu. Eitt bókaforlag fekk søguna og tíðarskeiðið 1945-48 komu tríggjar Pippi bøkur, sum allar blivu til film. Fyrsta filmin gjørdi Per Gunvall í 1949. Hann róptist stutt og greitt "Pippi Långstrump" og høvuðsleiklutin hevði Viveca Serlacius. Tjúgu ár seinni bleiv Inger Nilsson stóra barnastjørnan sum Pippi í eini sjónvarpsrøð, sum sviar og týskarar gjørdu saman. Leikstjóri var sviin Olle Hellbom og tónleikin átti Georg Ridel, sum er ættaður úr Tjekkoslovakia. Sangurin hjá Inger Nilsson bleiv kendur víða hvar og tað er júst hesin tónleikurin, sum er partur av føroyska leikinum í Sjónleikarhúsinum í Havn. Pauli Nielsen, sum hevur týtt leikin, hevur fingið hjálp frá Jytte Joensen, tá umræður sangirnar. Væleydnaða svensk-týska sjónvarpsrøðin um Pippi í 1969 bleiv árið eftir til tveir svenskar biograffilmar "Pippi Lånstrupm på på de sju haven" og "På rymmen med Pippi Långstrump", eins og drúgva sjónvarpsrøðin varð sett saman til ein triðja biograffilm um Pippi trý ár seinni "Här kommer Pippi Långstrump". Altjóða teknifilmur Í 1997 verður Pippi til altjóða teknifilmin "Pippi Longstocking". Tað eru sviar og kanadiar, sum standa saman um verkætlanina. Undir leiðslu Clive Smiths, verður filmurin marknaðarførdur undir heitinum "The world's strongest girl", hvørs fulla navn á enskum er Miss Pippilotta Delicatessa Windowshade Mackrelmint Efraimsdottir Longstocking. Sangirnir í hesum teknaða filmi um 9 ára gomlu Pippi eru ikki teir kendu kvøðuljómsslagararnir hjá Georg Ridel, men nýyrktir í vanligu og mangan tannleysu musical-traditiónin. Tónleikin eigur Anders Berglund og svensku orðini Ture Rangström. Teir fáa vánaligt skoðsmál. "The songs are dreary" sigur kendi ummælarin Leonard Maltin. So her er enn ein orsøk at fara í Sjónleikarhúsið og hoyra røttu Pippi-sangirnar. Pippi í Sjónleikarhúsinum Tá Sjónleikarhúsið í kvøld letur dyrnar upp fyri leikinum um Pippi, er tað Elin Karbech Mouritsen, ið hevur leikstjórnanina um hendi. Elina kenna vit bæði av palli, úr útvarpi, sjónvarpi og eisini í filminum hjá Katrini Ottarsdóttir "Bye, bye bluebird". Áður hevur hon m.a. leikstjórnað barnaleikinum um "Kardummummubýin" eftir søgu hjá Torbjørn Egner. Til høvuðsleikara hevur hon valt Beintu K. Clothier, meðan Gunn Weihe Reinert og Turpin N. Djurhuus hava leiklutirnar sum ávikavist Annika og Tommy. Í drúgva leiklistanum síggja vit hestar, klovnar og sirkusstjórar - og Sonna Smith sum matrós! Tað er Pauli Nilsen, sum hevur týtt leikin úr svenskum. At seta leik upp er umfatandi arbeiði. Tað sæst í eini og hvørjari leikskrá. Framleiðslustjórin er hann, ið skal fáa alt at bera til, so dyrnar kunnu latast upp og vit kunnu njóta listarliga avrikið hjá fremst av øllum leikstjóranum og scenografinum. Oddvá Nattestad er dagsins framleiðslustjóri. Og tá hon er leys av frumframførsluni av Pippi Langsokki, tekur hon við sum samskipari í verkætlanini Listahátíð Føroya. Oddvá, hvørs dagliga yrki er at undirvísa í Hoyvíkar skúla, hevur eins og Elin eisini gjørt barnaútvarp. Einaferðina hevði hon samrøðu við rithøvundan, Astrid Lindgren, og um sama mundi royndu føroyingar at fáa aldrandi Lindgren til Føroya. Í góðsligum brævi svaraði hon sniðfundig sum altíð, at nú var hon ov gomul til at gremja seg um aldri at hava vitja smáu oyggjarnar í útnorðri. "Men" legði hon afturat "mangan havi eg flogið yvir oyggjum tykkara og tá plagdi eg altíð at hugsa um tykkum, sum har munnu liva". Pallmyndina og búnarnar í leikinum um Pippi Langsokk hevur Edward Fuglø gjørt. Hetta er triðja ferðin, at hann ger pallmynd til leik, ið byggir á søgu eftir Astrid Lindgren. Fyri Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur hann áður gjørt pallmynd til leikirnar Brøðurnir Leyvuhjarta og Mio mín mio. Tilsamans hevur Edward gjørt fleiri enn 40 pallmyndir og hevur myndskrýtt hópin av bókum, eisini í altjóða høpi. Myndir hjá Edwardi kunnu eisini síggjast á heimasíðuni www.fararts.com. Sjónleikarhúsið brátt 75 Formaður í Havnar Sjónleikarafelag er Heðin Mortensen og dagligur leiðari er Birita Krossteig. Í skránni bjóðar Birita stórum og smáum vælkomin til Pippi-sýningina við hesum orðum: "Komandi ár fyllir Sjónleikarhúsið 75 ár og í øll hesi ár hevur sjónleikur verið spældur í húsinum. Vit hava dansað og sungið á palli og handan pall. Vit hava grátið og flent, vit hava havt góðar tíðir og ringar tíðir, men vit, sjónleikaáhugað, hava megnað at standa saman um okkara elskaða hús. Verri enn so samd í øllum, men altíð til frama fyri Sjónleikarhúsið, og hetta er júst andin, sum PIPPI-hópurin er fyltur av, og soleiðis eigur tað at verða í Sjónleikarhúsinum". Strakosch forlagið Eins og vit kenna tað úr tónleikinum, eru fleiri, ið vara av rættindum hjá teimum, sum gera sjónleik. Forlagið, sum eigur Pippi-leikin, eitir Nordiska Strakosch Teaterförlaget og hevur heimstað í Keypmannahavn. Strakosch-forlagið umboðar eisini Pippi-sangleikin hjá Sebastian. Við rót í tónaforlagnum Wilhelm Hansen, og eini søgu, sum fevnir um tríggjar øldir, umboðar Strakosch-forlagið altjóða nøvn sum Bertholt Brecth, Samuel Beckett og fleiri fronsk, ensk og amerikansk við. Sama forlag varar av aktuella leikinum hjá Grímu "Krypilin úr Inishmaan" eftir unga, gitna sjónleikarithøvundan Martin McDonagh. Strakosch-forlagið umboðar eisini norðurlendskar rithøvundar. Millum aðrar Astrid Lindgren, sum forlagsstjórin, Hanne Wilhelm Hansen, sigur seg hava havt alstóra gleði av. Men tá snýr tað seg bara um sjónleikapartin og ikki fagurbókmentirnar, sigur hon. Tey rættindini eiga onnur. Sum dømi um væleydnað samstarv millum Astrid Lindgren og Hanne Wilhelm Hansen er sangleikurin um aktuellu Pippi, har danski Sebastian hevur gjørt tónleikin. Sum áður nevnt er tað Georg Ridel, ið hevur gjørt tónleikin í teirri uppsetingini, vit nú síggja í Sjónleikarhúsinum. Við í skránni hjá Strakosch-forlagnum eru eisini nøvn sum svenski rithøvundurin Per Olov Enquist og amerikanski leikstjórin og listamaðurin Robert Wilson, sum saman við kenda tónleikaranum Tom Waits arbeiðir við leikinum "Woyzek" á danska Betty Nansen sjónleikarhúsinum. Sami leikur varð settur upp í Sjónleikarhúsinum miðskeiðis í sjeytiárinum. Nobelvirðisløn? Fleiri eru tey, sum vilja at ávísir persónar skulu fáa virðisløn Nobels. Leingi hevur hoyrst um fólk, sum virka fyri, at sangarin og yrkjarin Bob Dylan skal fáa virðislønina. Í førinum Astrid Lindgren er í so máta einki undantak. Millum tey, sum hava sett sær fyri, at Lindgren skal fáa Nobelvirðislønina er svenski Fryxell skúlin í Västerås. Teir um 700 næmingarnir, sum her ganga og lærarar teirra, hava tikið alnótina í brúk, til tess at herða kravið um at "okkara Astrid" skal fáa hesa virðisløn. Næmingarnir vísa til, at bøkur Lindgrens eru týddar til 76 tungumál og at sølan fevnir um fleiri enn 100 milliónir eintøk. Harafturat staðfesta svensku næmingarnir, at hvørt ár verða tvær millónir eintøk av Lindgren-bókum læntar á bókasøvnum. Hetta ger hana til best umtókta svia, siga tey. Eisini eru tey komin eftir, at heilir skúlar eru uppkallaðir eftir henni. Ein er Astrid Lindgren Schule í Ennigerholt í Týsklandi. Og so koma ørindini hjá næmingunum: Ongantíð hevur Astrid Lindgren fingið Nobelvirðislønina! Spurt verður: "Heldur tú, at svenski kongurin skal handað okkara Astrid Nobelvirðislønina, so sig okkum frá". Skuldi onkur havt huga at stuðla tiltakinum, so er heimasíðan at finna á www.fryx.vasteraas.se. Góða skemtun! Henning Nicodemussen Loystar forðingar Teldupostsamrøða við Hans Tórgarð um leiklutin sum Krypilin í leikinum "Krypilin frá Inishmaan" hjá Grímu á Gamla Meiarínum undir leikstjórn Eyðun Johannessens Birgir Kruse Hvussu hevur tú >>latið teg í<< leiklutin sum Halti-Billy, ella bert Billy? Nakran ávísan framferðarhátt, ella inspiratiónskeldu? Hetta er ein av teimum meira krevjandi leiklutunum. Tað krevur eitt rættiliga stórt kroppsligt arbeiði at gera ein sonevndan "krypil". Ávísir musklar og liðir eru undir hørðum trýsti, og mugu venjast. Afturat tí kemur so røddin, og annars tað vanliga karakterarbeiðið: Hvør er hann, hvat ger hann, hví ger hann tað sum hann ger, hví ger hann tað soleiðis, o.s.fr. Í leikritinum stendur so at siga onki um, á hvønn hátt Billy er brekaður. Hann haltar. Tað er alt, sum sjónleikarin fær at vita frá høvundanum. So restin er upp til ein sjálvan. Eg royndi so m.a. at lesa meg fram til okkurt serstakt brek, sum Billy kundi hava, men fann so útav, at tað kanska var best at lata hugflogið ráða - royna at vera so lítið "spesifikkur" sum gjørligt. Høvuðssakin er, at Billy er brekaður - ikki hvørjum brekið hann líður av. At gera ella mynda ein brekaðan persón er ofta ein spurningur um at gera forðingar fyri ein sjálvan og so royna at loysa tær. Í fyrstani hevði eg ætlað mær at gjørt hann bara lamnan í øðrum beininum og kanska øðrum arminum. Men tað vísti seg skjótt, at hetta var nakað smáligt: Hann verður róptur "krypil", so tað ljóðar av eitt sindur meira. Og tað er so spakuliga vaksið fram undir venjingum - bæði teimum venjingum, vit gera saman á palli, og tað arbeiðið sum eg sjálvur havi gjørt við síðuna av. Ávirkanin, ella íblásturin, kemur annars úr umhvørvinum - fólk á gøtuni, sjónvarpi, bókum, o.s.fr. Eisini havi eg fingið eitt sindur av "kunstigari" hjálp. M.a. eina kúlu á ryggin av gipsi, sum hjálpir til at geva mær ein serligan kroppsburð, og - handilstenn - eitt gebiss at seta uttaná mínar egnu tenn, sum bæði broytir andlitið, andlitsrørslurnar og røddina. So tað liggur rættiliga nógv aftanfyri ein tílíkan persón. Ikki tí, eg ivist ikki í at minni kundi gjørt tað - men tað er stuttligari, bæði hjá leikaranum og áskoðarunum, at fáa okkurt eyka. Hvussu er at "lata seg úr aftur" hesum leikluti? Tá ið leikluturin er komin so at siga inn í kroppin, er tað skjótt at bæði fara úr honum og fara í hann. Kroppurin hevur vant seg við ein nýggjan "verumáta", og innstillar seg beinanvegin. Tú kemur úr einum húsum, har fleiri hava valt sjónleik sum lívsleið, so ella so. Hvør er orsøkin? Er hon innanhýsis ella úr Kvíkstúni? Eg veit ikki. Og eg havi ongantíð hugsað nakað serligt um tað heldur. Hvør var fyrsti leiklutur, tú spældi? Tað var Klintrimús í "Dýrini í Valbakkaskógi", sum vit gjørdu í skúlanum í Kvívík tá eg var eini tíggju-ellivu ár. Systir mín Ria var leikstjóri. Hvør eggjaði tær - fremst av øllum - at gerast sjónleikari? Ongin, sum eg kann minnast. Á heimasíðuni hjá Grímu sæst, at tú hevur havt ein heilan hóp av leiklutum. Ógvuliga ymiskir eisini. Er nakar av hesum, sum á einhvønn hátt skilja seg burturúr, tá tú lítir aftur á teir? Antin strævnir ella gleðiligir? Allir skilja seg burturúr á sín hátt. Allir hava (ella høvdu) sítt egna lív. Summir strævnari enn aðrir, summir keðiligari og summir gleðiligari. Eg veit ikki, um eg kann taka nakran framum - tað hevði næstan verið at gjørt mismun. Tað, sum tú minnist sum nakað framúr, hevur sum oftast nakað við sjálvan leikin, søguna í leikinum at gera, heldur enn leiklutin. Men einmansleikir eru nakað fyri seg: Tað er nógv einsamallari enn annars. Eg havi gjørt tveir einmansleikir við stuttum millumbili, og tað verður nokk ein góð løta áðrenn tann næsta. Tú ert yngsti limur í Grímu, føddur í 1969, men samstundis hin einasti sjónleikarin, sum kann prýða seg við heitinum "mag.art.". Hvussu hongur tað saman? Tað er sera einfalt: Skúlin, sum eg gekk á, Teaterhögskolan i Helsingfors, er ein partur av Helsingfors Universitet, mest av fyrisitingarligum og fíggjarligum orsøkum. Og á einum universitetið taka næmingarnir vanliga eina akademiska útbúgving, ella grad. Annars er Teaterhögskolan einasti sjónleikaraskúli í norðurlondum sum kann bjóða næmingunum eina slíka útbúgving. Í skránni fyri aktuella leikin verður sagt, at frá í ár er Gríma ikki longur ein yrkisleikbólkur, men eitt leikhús. Hvat vil tað siga? Fyrst og fremst: Áherðslan skal liggja á -bólkur og -hús! Og tað er so at siga einasti munurin: Bólkurin hevur fingið eitt hús at vera í! Gríma hevur síðani byrjanina onki fast innivist havt. Men so í '93 fingu vit innivist í niðaru hæddini á gomlu Margarinfabrikkini, og í '98 fingu vit sýningarhøli á gamla Meiarínum, og so í ár gjørdu vit av at umskipa bólkin til eitt leikhús. Hetta førir sum so ongar broytingar við sær - annað enn at fólk vita, hvar Gríma heldur til nú; innihaldið er enn tað sama. Fólkini eru tey somu, valið av leikum er tað sama. Vit hava bara betri møguleikar nú, sleppa undan at læna hús, og kunnu sjálvi avgera nær vit spæla, og hvussu leingi vit spæla. Vit eru eisini í ferð við so smátt at keypa útgerð til húsið; hava beint nú investerað í eitt nýtt ljósannlegg, nýggj teppi, og - ein gleðilig nýggjheit til tey flestu, sum hava verið til tiltøk á Meiarínum: Vit eru í ferð við at keypa nýggjar stólar!! Tað verður gott fyri endan. Men hvussu eru sjónleikarar annars skipaðir í Føroyum? Sjónleikarar í Føroyum eru skipaðir í tvey meginfeløg: Áhugaleikararnir í Meginfelag áhugaleikarafelag Føroya, og yrkisleikararnir í Leikarafelag Føroya, sum taka sær av áhugamálum hjá teimum báðum bólkunum. Yrkisleikararnir í Føroyum eru jú øgiliga fáir - tað er, sum er, bara Grímuleikararnir! Leikarafelagið hevur tí bara til uppgávu at umsita játtanina frá Leikpalli Føroya til yrkissjónleik í Føroyum, og at reka leikhúsið Gríma. Vit hava leingi havt ætlanir um at umskipa Leikarafelagið til eitt fakfelag, men sum er nú ber hetta ikki til. ...og tær fíggjarligu vánirnar? Hvussu eru tær og hvat heldur tú um tær? Tær fíggjarligu vánirnar kundu verið betri. Vit hava sum er ráð til tvær uppsetingar um árið, um báðar halda seg til eitt minimum av leikarum, pallútgerð, o.s.fr. Tey seinastu árini hevur bara ein sýning hvørt ár verið budgettløgd - restin er sjálvboðið arbeiðið, sum leikararnir átaka sær fyri at tjena eitt sindur eyka. Aftur til "Krypilin úr Inishmaan". Í forhondsumrøðuni og í skránni eisini verða filmsleikstjórar sum Tarantino og Scorsese nevndir. Kennir tú tað, sum tú flytir hesar leikstjórar - við respekt fyri Eyðuni, sjálvandi - um scenukantin, tá áskoðarar møta til sýning á Gamla Meiarínum? Altso eitt serligt Tarantino/Scorsese útrykk? Hesir leikstjórar hava so at siga, uppfunnið nýggj úttrykk, ella úttrykkshættir. Scorsese var vanur at lata leikararnar improvisera fleiri scenur undir upptøkunum, fyri at fáa eitt livandi og lætt mál, tingini henda á staðnum, beint her og nú. Tarantino hevur lagt seg eftir at skriva á sama hátt: Persónarnir tosa sum um tað teir siga kemur beint úr høvdinum á teimum, beint her og nú. Og Martin McDonagh ger tað sama. Hetta førir til langar samrøður, sum í fyrstani tykjast at snúgva seg um onki! Eitt dømi úr leikinum er ein scena uppá einar fýra-fimm minuttir, har ein persónur stendur í handlinum og tosar um bomm - og harafturat um bomm, sum ikki eru at fáa í handlinum! Tað kann tykjast tómt og einkisigandi, men tað gevur persónunum lív, og fær áskoðaran (um alt gongur sum tað skal) at gloyma, at hetta eru fiktiv menniskju, hann hyggur at. Hann fer at síggja persónarnar annarleiðis, ikki sum fjarar verur á einum palli, sum úr eini fjarstøðu skulu lýsa okkum vanligu menniskju, men ístaðin júst sum vanlig, gerandislig menniskju. Tá tað so hendir hesum fólkunum okkurt, verður styrkin í tí nógv størri - tað hendir beint her og nú, og tað hendir fyri eitt "almindeligt" fólk, sum kundi verið tú ella eg. Hvat heldur tú annars um viðurskiftini millum film og sjónleik? Kunnu hesar listagreinar læra nakað av hvørji aðrari, ella útilokað tær hvørja aðra? Tú hoyrir ofta fólk siga, at ein pallsjónleikari kann ikki brúkast á filmi, og umvent, ein filmssjónleikari er ómøguligur á palli. Tað er nú ikki so einfalt. Ein skal ansa eftir ikki at blanda saman tað úttrykkið, sum sjónleikarin gevur á pallinum, ella løriftinum, við handverkaran sum stendur aftanfyri. Karakterurin og leikarin eru ikki sami persónur. Ein pallkarakterur riggar ikki á filmi. Hann er ógvisligari enn neyðugt, hann hevur kanska tjúkka sminku á sær, sum sæst langan veg, hann rópar ov hart. Og umvent: Ein filmskarakterur á palli hoyrist ikki, ongin sær hansara andlitsrørslur langt burturfrá, og hann fellur inn í bakgrundina. Hesir munirnir eru tó eisini so smátt við at hvørva. Vit hava á pallinum, langt um leingi, lært okkum at minka um úttrykkið um tað er neyðugt. Tildømis ber væl til at teska heilt spakuliga á Meiarínum, og kortini hoyrast á aftasta bonki. Og um tú veitst at tað ber til, so er eisini møguligt at brúka tað, um leikurin krevur tað. Tildømis er tað upplagt í "Kryplinum" at tosa heilt vanligt, við tann persónin sum situr undir liðini á tær, uttan at hugsa um at røddin og rørslan skal so langt út. Tað hoyrist og sæst kortini, tá avstandurin er so lítil. Men hetta er ikki bara sum at siga tað: Vit eru von við ein ávísan "pall-teknikk", sum kann verða ringur at sleppa frá. Tað krevur arbeiði. Eisini eru fleiri filmsleikstjórar, sum leita eftir einum stórum og ógvisligum, ella teatralskum, úttrykkið, t.d. Peter Greenaway í "The Baby of Macan". Og leikhøvundar brúka eisini filmin sum beinleiðis úttrykshátt í leikum. Eg kann t.d. nevna tað scenuna í "Kryplinum", har ein filmur verður vístur á løriftið á bakvegginum, meðan leikararnir sita frammanfyri, við bakinum til áskoðaran og kommentera filmin. Hvat er tað tá, sum er høvuðsúttrykkið? Men sjálvandi er enn langt ímillum hesar báðar úttrykkshættirnir, filmin og pallsjónleikin. Tað eru fleiri størri munir í sjálvum frásøguháttinum, og myndamálinum t.d. Men so leingi fólk eru opin fyri íblástri alla staðni frá, so ber til at læra av hvørjum øðrum. Tá ein er atfinningarsamur - sum ein rættur føroyingur - og einki hevur at finnast at, so er MÁLIÐ altíð eitt takksamt stríðsevni. Saman við Eyðuni Johannessen hevur tú umsett leikin. Hví hava tit valt eitt orðalag, har tit ikki smæðast fyri danismum og eitt nú siga "rolla" ístaðin fyri "leiklutur"? "Rolla" og "leiklutur"?? Eg helt tú fórt at finna okkurt nógv verri dømi enn tað...Hetta hongur sjálvandi eisini saman við úttryksháttinum, frásøguháttinum í júst hesum leikinum. Tað er tað fyrsta, ein skal hugsa um sum týðari: At laga seg eftir upprunahandritinum, og ikki skriva sítt egna. Shakespeare skal týðast á ein hátt, og McDonagh á ein annan. Fólkini vit sígga í "Kryplinum" skulu helst vera vanligir, gerandisligir persónar, og tað teir tosa um, letur seg ikki siga á bókmálið. So høvdu teir beinanvegin blivið "fiktivir" aftur, óveruligir. Hjá okkum í Føroyum er tað tíverri so, at talumálið er eitt "danismumál", og tað noyðist ein so at laga seg eftir sum týðari. Hesin leikurin er harafturat upprunaliga skrivaður á dialekt, og tað noyðist týðarin so eisini at minnast til. Og so skal ein eisini ansa sær við 1934: Hóast leikurin sigst at ganga fyri seg tá, so er hann skrivaður í 1997, og hann er meira merktur av einum hálvfemsara-hugsunarhátti enn einum tríatiára-hugsunarhátti. Hondina á hjarta - hevði tú nakrantíð filmin um "Barbu" í huganum, tá tit vandu? Nei, aldrin í lívinum.... Hvussu kundi tú koma uppá tann tankan???? Eg havi hoyrt onkustaðni at man kann ikki vera ironiskur í mail-formi. So eg má heldur svara ordiligt aftur: "Barbara" var ein av orsøkunum til at vit valdu hendan leikin. Hvat verður næsta tiltakið, tú verður við í? Ja, tað er ikki minni spennandi: Tað verður ein nýskrivaður føroyskur leikur: "Eitur nakað land Week-end" eftir Jóanes Nielsen, sum vann leikritakappingina hjá Leikpalli Føroya í august. Hann fer at hava heims-frumsýning um miðjan marts. .....og altso ikki ein ferð til Inishmaan? Hevði tú havt hug til tað? Ferð og ferð, er tað ein charter-ferð, so nei takk. Men eg kundi so sanniliga hugsað mær ein túr til Inishmaan, tað er heilt vist. Ella Írland yvirhøvur. Eg havi ongantíð verið í Írlandi, og tað stendur ovarliga á ynskilistanum. Næsta ár verður Listahátíð í Føroyum. Hvat kundi tú hugsað tær stóð á skránni? Tað er lætt at verða isoleraður í Føroyum, og vit hava tí hart brúk fyri at sleppa at síggja sjónleik úr øðrum londum av og á. Og ikki bara úr hinum norðanlondunum. Eg vóni at Listahátíðin fer at gera tað møguligt at fáa sjónleikabólkar aðrastaðni frá henda vegin. Nakað serligt ynski...? Tjað, eystureuropa er rættiliga spennandi beint nú. T.d. hevur ein litavisk uppseting av "Hamlet" gingið um meginpartin av Europa tey seinastu árini. Tað hevði ikki verið so galið at fingið hana hendavegin. Eg takki og loggi av. Bei. birk@post.olivant.fo Henning Nicodemussen Tina tiðnað Tina Turner er enn eitt sera heitt navn. Fyrst í august vitjaði rock-omman yvir øllum rock-ommum í Keypmannahavn Dagfinn Olsen Upp á tá - av og á. Soleiðis kann ein konsert í Parkini í Keypmannahavn lýsast. Í hvussu er, tá tú hevur standipláss á vøllinum og ikki frá náttúrunnar hond er útgjørdur við longum beinum ella ryggjageislum - mótvegis so mongum dana. Men líkamikið! Hetta var fyrst í august, veðrið og lagið gott. Ikki minst, tí tað longu í juni hevði eydnast at fáa fatur á atgongumerkjum til konsertina við Tinu Turner. Útselt varð skjótt og saman við 46.000 áhoyrarum funnu vit leið í Parkina. Vit á miðjum vøllinum sóu Tinu í glimtum og so annars á stóru sjónvarpsrútunum yvir pallinum. Og ljóðið, tónleikin, hoyrdu vit alla tíðina, sjálvsagt. Ein bólkur úr Australia hitaði upp, sum tað verður rópt. Hetta var tó einki at rópa hurrá fyri. Vánalig ljóðgóðska. Sera vánalig! Hvør bólkurin var, var ringt at finna út av. Ikki eitt orð, ið varð sagt ella sungið, var skilligt. At hetta vóru australiumenn, fingu vit uppspurt seinni. Kanska stjørnur ella komandi, men ilt var at hoyra hvussu leikt og sungið varð. Simply The Best Anna May Bullock. Soleiðis nevndist unga dáman, sum tann vældámdi og kendi Ike Turner fall fyri. Tey gjørdust væl, leiktu saman, giftust og høvdu viðrák á palli í seksti- og sjeytiárunum. Hon fekk navnið Tina, Tina Turner. Men handan pallin gekk illa hjá Ike og Tinu Turner. Umframt tónleikin, so var harðskapur og evnismisnýtsla gerandiskostur og Ike sakk alt djúpri. Skal langa søgan skrivast stutt, so var endin, at Tina fór frá Ike. Fyrst í áttatiárunum kom hon í samband við fólk innan tónleikaídnaðin, ið høvdu álit á henni og lótu hana fáa møguleikan. Í 1984 kom plátan Private Dancer og síðani hevur Tina Turner verið á heimsins tónleikatindum. Løg hennara eru landaplágur, ella heimsplágur. Og dugnaliga Tina gjørdi tað, ið eingin helt vera gjørligt. Hon kom sær enn longur fram, enn Ike og Tina Turner nakrantíð høvdu verið, og í dag kenna tey flestu Tinu, men ikki øll kenna ella minnast Ike. Hann endaði í gloymibókini. Hendir tað seg, at onkur tekur hann uppá tungu, so er oftast tað í samband við Tinu ella í samband við onkra rús- ella harðskapsgølu. Tina staðfesti, at hon var Simply The Best, sum hon sjálv syngur tað so sannførandi. Konsertin Konsertin í Keypmannahavn fyrst í august var partur av stórari farvælferð. Tina er, sum onnur stór nøvn, t.d. Rolling Stones, fleiri ferðir farin undir farvælferðir kring heimin. Um hetta so veruliga verður hennara síðsta stóra ferð, kann bert tíðin vísa. Tina er fødd í 1938. At hon nú er 62 ára gomul merkist ikki, tá hon er palli. Men havandi hetta í huga, so eru ynski hennara væl skiljandi. Hon ætlar í framtíðini at halda seg til smærri framførslur á smærri pallum. Eftir konsertina í Parkini vóru leiðandi bløðini sera ójøvn á máli. Tina átti tó forsíðuna á báðum fyrrapartsbløðunum dagin eftir konsertina. Ekstrablaðið hevði yvirskriftina >>Rutina<<. B.T. skrivaði um >>Tinas Turbo Triumf<<. Ekstrablaðið hevði hug at finnast at Tinu og tónleikarunum. Hesar nevndi blaðið eitt harkalið, ið óivað fekst fyri bíligan penga. Ljóðgóðskuna dámdi ummælaranum heldur ikki. Tina sjálv slapp heldur ikki undan. Ummælarin helt, at t.d. Beatleslagið, Help, á konsertini hjá Tinu var vánaligt. Enntá heimsins vánaligasta og grátiligasta framførsla av lagnum nakrantíð í tónleikasøgu heimsins. So kunnu vit, ið kenna lagið í útgávuni hjá Tinu, vera samd ella ósamd. B.T. var sum heild meira rósandi. Um Help segði ummælarin t. d., at hetta var flott. Enntá, at Tina sang tað, sum var endamálið eittans, nevniliga at vekja tónasmiðin, John Lennon, aftur til lívs. Tveir sera ósamdir ummælarar. Tó haldi eg ikki, at fjøldin í Parkini uppá eini 46.000 sálir høvdu fleiri metingar um konsertina. Góð!! Eftir at upphitingin var liðug, og steðgurin uppá ein góðan tíma var farin framvið, átti Tina pallin, og alt var sum tað átti. Ljóðgóðskan góð. Eldsálir høvdu í góðari tíð ognað sær atgongumerki til eldsálina Tinu. Og neyvan tiðnaði nøkur sál, ið hoyrdi 62 ára gomlu Tinu hetta kvøld undir opnum himli. Stjørnan Tina hevur hildið sær sveimandi. Samstarvið við Ike føddi stjørnuna, men skerdi eisini flogið og kundi gjørt enda á henni. Men veingjaða røddin fann aftur veg ímóti hæddunum og fann sess á ovastu rók. Valla finnast røkur, ið eru hægri, og finnast tær, so munnu tær vera so gott sum manntómar. Eitt gott og flott upplivilsi í Parkini. Rock-omman var hin sama. Flott og full av orku. Ósvikaligu rockdansifetini vóru har, so sum bert Tina kann trína tey. Røddin og útstrálingin vóru har. Tina var har. Samstundis vóru dansigenturnar við, sum tær altíð hava verið og eiga at vera. Og Tina rakk so sanniliga út um pallkantin, sum so ofta verður tikið til og dentur lagdur á. Hon rann út á smáar ræsur til sama endamál og ein krani lyfti hana eisini út yvir fólkið. Soleiðis rakk hon í orðsins rætta týdningi út um pallin. Men eisini í víðari merking fekk hon hin einstaka et kenna, at hon var Private Dancer hjá hinum einstaka. Ein rockdrotning segði farvæl við stíli og við góðskuni í hásæti. Twenty Four Seven túrurin steðgaði á í danska høvuðsstaðnum og gav lurtarum og áskoðarum fult njótilsi fyri daglønina, ið latin var fyri upplivilsið. Tina er í dag eldri, ekta, erfarin og eyðkend. Ein freistast til at siga "leingi livi Tina, minst 62 ár afturat....". Tað er alment kent, at stór nøvn fara á fleiri stórar ferðir við hóttanum um, at hetta er seinasta farvælferðin - Frank Sinatra var t.d. á eini slíkari í eini 20 ár. Og skuldi tað hent, at hetta ikki er síðsta farvælferðin hjá Tinu, so kann eitt atgongumerki viðmælast. Tina er ikki tiðnað, men líka heit sum altíð. Henning Nicodemussen Norrønur ritstjóri Mangan verður sagt, at vit eiga ov fáar føroyingar í skipaðum størvum í norrønu miðfyrisitingini. Og helst er tað rætt. Hiðani av blaðnum er eydnast okkum at telja tveir føroyingar í tílíkum størvum, ein í Álandi og ein í Keypmannahavn Birgir Kruse Fyrr í ar spurdist, at bókmentunarliga tíðarritið Nordisk Litteratur hevði fingið nýggja stjórn. Og hugsa vit her um føroysku umboðanina, vóru vit heppin. Tá norrønur bókmentakønur ritstjóri skuldi veljast, fall valið á Jógvan Isaksen. Jógvan Isaksen er lektari við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. Jógvan er serkønur í norrønum bókmentum og hevur seinastu árini serliga arbeitt við skaldskapinum hjá Williami Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen. Umframt at vera virkin rithøvundi í egnum navni, er Jógvan eisini við í norrønari verkætlan, har bókmentir í trimum smámálum verða viðgjørdar. Verkætlanin skal kanna, hvussu Føroyar, Áland og Grønland handfara teirra viðkvomu mentunarligu støðu. Tað er stovnurin Nordbok, sum á hvørjum ári gevur út Nordisk Litteratur. Føroyska umboðið í Nordbok er Hanus Andreassen. Ritið, sum hesaferðina hevur klipp eftir William Heinesen á permuni, lýsir á skandinaviskum og enskum máli aktuellu støðuna í norrønu bókmentunum. Nakrar nýggjar føroyskar bøkur verða umrøddar, og av teim 26 greinunum eru tvær um føroysk bókmentunarlig viðurskifti. Onnur greinin snýr seg um teir báðar William og Jørgen-Frantz, og hin greinin snýr seg um at ummæla í Føroyum. Tað ber til Ertandi leggur Jógvan Isaksen fyri við at staðfesta, at Anders And og Dante eru hvør sítt. Hetta í einum uppleggi til kjak við týska teoretikaran Hans Magnus Enzensberger, sum heldur beint øvugt. Heðin Brú verður síðani siteraður fyri at hava sagt, at ikki ber til at skriva samtíðarskaldskap í einum lítlum samfelag. Tí bendir hann skaldskaparliga sjónarvinkulin aftureftir. Ein kundi so freistast til at sagt, at ikki ber til at ummæla í einum lítlum samfelag. Men hetta er ikki beint, heldur Jógvan. Sjálvandi ber tað til, sigur hann. Tað er bara eitt sindur torførari enn í einum størri høpi. Og tað er ikki hvør sum helst, ið sigur hesi orð. Jógvan Isaksen hevur ummælt føroyskar bøkur í fjórðingsøld. Men eg eri sannførdur um, sigur Jógvan, at tann veruleiki at eg búgvi í Keypmannahavn, er orsøkin til at eg havi hildið á so leingi. Fjarstøðan gevur mær eitt ávíst frælsi. Men eins og aðrir ummælarar eri eg heftur, og kanska í størri mun enn teir, sigur Jógvan. Eg kenni jú flestu teirra. Harafturat eri eg forleggjari hjá fleiri. So her krevst reiðiligheit og sannføri í størsta mun. Miðlarnir Jógvan Isaksen hevur ummælt bøkur í Sosialinum og fer framhaldandi at gera tað. Men lesa fólk ummæli, spyr Jógvan í Nordisk Litteratur. Jú, sigur hann. Men ymiskt er, hvussu føroysku miðlarnir viðgera mentunarliga marknaðin. Bløðini gera nakað burturúr, og hesar greinar verða stundum savnaðar í bók og hava tí eina ávísa livitíð.Verri er við Útvarpinum, sigur Jógvan. Her verða hópin av bókum umrøddar um heystið og so er tað av. Kann henda at útvarpaðu sendingarnar náa ein størri skara, men har stendir so lítið eftir. Heilt út av lagi metir Jógvan tann føroyska miðilin vera, sum hevur stórstu ávirkanina. Tað er Sjónvarpið. Sjónvarpið Meðan bókmentunarligar sendingar vóru vanligar í Sjónvarpinum í áttatiárunum, so eru tær ein rár hending í dag. Verður ein bók nevnd, óansæð hvussu góð hon er, so mugu allar nevnast, óansæð hvussu vánaligar tær eru. Tí er best einki at siga. Hetta er sambært Jógvani orsøkin til, at Sjónvarpið so siga ikki tekur bøkur uppá tungu í dag. Men Jógvan ræður samstundis til sinniligheit. Tí henda hugsan er vanlig í smásamfeløgum. Og hinvegin er fremsta uppgávan hjá sjónvarpsmanninum júst at redigera. At velja og vraka millum gott og minni gott. Tað er lønta uppgáva hansara. So, hvør skal siga, her er bara at bretta upp um armar. Krimi Longu nú verður arbeitt við næstu útgávuni av Nordisk Litteratur, sum kemur í vár. Til tess at gera ritið meiri aktuelt, er ætlanin at tað hereftir skal koma tvær ferðir um árið. Tá gerast eisini rúmligari ræsur fyri at viðgera skaldskaparlig evni burturav. Ritið, sum kemur til várs, fer í høvuðsheitum at snúgva seg um norrønan krimiskaldskap. Ikki heilt óvæntað, tá vit kenna ritsjóran og avrik hansara. Henning Nicodemussen Eri eg føroyingur? Í 8 ár havi eg verið búsitandi í Danmark, havi fingi góðar og ringar danskar vanar og næstan fingi útrudda mín føroyska accent. Men innast inni eri eg enn tann sami, sum tá ið eg flutti niður í 1992. Ein føroyingur. Ella eri eg? Nú eitt kvøldi kom ein vinmaður framvið har eg búgvi. Hann kom bara, hatta freka apparatið! Einki við at ringja áðrenn og spyrja um eg var inni, ella um eg hevði tíð til at fáa gestir. Og eg sum júst var við at skriva eitt ella annað sera tydningarmikið á telduna. Hevði rokna við at hava kvøldið fyri meg sjálvan. Men nei! Tá ið eg lat hurðina upp, og sá, at hann stóð har, var eg eitt sindur súrur. Men so trein eg inn í leiklutin sum fryntligur og altíð fyrikomandi vertur. Lat hann ikki síggja hvussu argur og tvitin eg var. >>Kom indenfor<< segdi eg brosandi og lat úthurðina aftur. Nú skal eingin halda, at eg altíð eri argur, tá ið vinmenn ella kenningar koma framvið. Men í Danmark er tað nú einaferð soleiðis at fólk ringja áðrenn tey koma framvið. So tosar man saman um leyst og fast, áðrenn man saman finnur eitt passanði tíðspunkt sum passar. >>Det er en aftale. Vi snakkes ved<<. Og so fer man í holt við at fyrireika at fåa vitjan. Keypir kanska okkurt serligt til matna, vín og bjór, eina góða køku kanska? Soleiðis er tað í Danmark, tá fólk vitja hvønn annan. Tað er organisera, tíðarfest og lagt til rættis sum eitt væl umhugsa bankarán. Ikki nakað við bara at koma brestandi uttan at boða frá. Nei, danskarar - teir flestu ið hvussu er - kenna sína vitjunartíð. Eg eri føroyingur. Men longu nú sært tú nokk, kæri lesari, at okkurt er galið. Tað er okkurt ravruskandi gali við einum persóni, ið ikki kann tola at fåa vitjan uttan at alt er avtala niður til minsta punktum. Hvar er spontaniteturin. Hvar er treytaleysa samanhaldið? Hvar er víðagitna, føroyska gestablídni? Nú eitt árið var eg ein túr uppi á klettunum saman við gentu míni. Tað er altíð hugnaligt at koma til Føroyar, og sita heima í køkinum hjá mammu síni og eta seg um koll við skerpikjøtið, rullipylsu og røstun fiski. Genta mín hevur fleiri ferðir undrast á óføra gestablídni sum føroyingurin vísir, ta ið fólk koma á gátt. Tað er líkamikið um tað er skilfólk, vinir ella fremmandafólk. Serliga øtaðist hon einaferð vit fóru á Ólavsøku uttan at hava biðji um innivist nakrastaðni. >>Tað gongur nokk<<, segði eg bara. Og tað gekk! Soleiðis eru føroyingar bara. Eg minnist serliga tá ið eg var blaðungur, og ikki ein stevna ella rockkonsert fór framvið uttan at eg og vinmenn mínir luttóku. Ofta fóru vit inn í fyrsta og besta húsið fyri at lána telefon, toilet ella - jú tað er satt - fyri at vita, um ikki ein góður nátturabiti stóð á borðinum. Eg kann ikki minnast at húsfólkini vórðu avvísandi, tvitin ella bóðu okkum fara okkara veg aftur. Tú skalt sera langt út á landið í Danmark fyri at uppliva nakað nær námind. Í Føroyum er tílíkt gestablídni ein partur av gerandisdegnum. Í mínum barnaárum vóru fleiri heim, har tað hvønn dag var ein tættur trafikkur út og inn ígjøgnum úthurðina. Fólk komu og fóru allatíðina. Tosaðu eina løtu, fingu kanska ein hálvan kopp af kaffi, og so avstað aftur. Einki var avtalað áðrenn. At fólk komu og fóru um gáttina var ein líka fastur táttur í gerandisdegnum sum at keypa inn ella busta tenn. Eg eri føroyingur. Og eg skal viðganga, at sum árini ganga hugsi eg alt meira um at flyta aftur á klettarnar. At njóta føroysku náttúrina, tað frísku luftina, tað føroyska sinnalagi og serstakliga tað føroyska gestablídni. So ein fagran dag, so eri eg sikkurt búsitandi í Føroyum. Men eg eri vísur í, at okkurt kvøldið, tá ið eg havi sett meg væl fyri framman fyri telduna, skonkt mær ein kopp av kaffi og alt er í fínasta lagi. So bankar uppá hurðina, og uttanfyri stendur ein vinmaður, eg ikki havi sæð í øldir. Innast inni farið eg nokk at verða sera argur, og hava hug til at biðja hann fara har sum pipari grør. Men tað endar nokk við at eg sigi: >>Nei nei nei, tú órógvar als ikki. Kom inn kom inn<<. Eitt 4-ára skeið farið Elisabeth Joensen (Betta) býráðslimur og valevni Sambandsfloksins: Skjótt rennur tíðin, nú er aftur býráðsval í hondum. Tað kom heldur óvart á meg, fyri fýra árum síðani, at eg skuldi umboða Sambandsflokkin í Býráðnum í Klaksvík. Úrslitið av valinum fall soleiðis, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin samanlagt fingu meirlutan. Hesir tóku seg saman og skipaðu samgongu. Tá ið nýggja býráðið skuldi velja nevndir, fekk Sambandsflokkurin tilboð um at koma í valbólk saman við samgonguflokkunum. Hetta hevði eg ongan hug til, skeyt upp, at Sambandsflokkurin kom við í samgonguna. Aftaná samráðingar komu Sambandsflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin við í Samgonguna. Roynt varð at fáa formanssessin í onkrari av teimum størru nevndunum, men hetta eydnaðist ikki. Hetta valskeiðið havi eg umboðað flokkin í Mentanar-/Sosialu nevnd, Teknisku nevnd, Heilsunevndini og nevndini fyri umlættingarheimið "Dáin". Flokkinum varð lovað formanssessin í næstu nevnd, ið fór at verða stovnað, og gjørdist eg tí formaður í nevndini fyri sjálvsognarstovnin "Mylnuhúsið", sum er ein barnaansingarstovnur. Harafturat fekk Sambandsflokkurin umboð í aðrar nevndir í kommununi eisini. Tað var rætt at fara upp í samgonguna. Ein hevur størri møguleikar fyri at fylgja við og ávirka tey mál, ið eru fyri. Tað var ikki lætt at vera nývaldur býráðslimur, alt var ókent og fremmant, lítið varð kunnað um arbeiðið, tí haldi eg tað vera umráðandi, at skeið verða hildin her norðuri fyri nývaldar býráðslimir, eins og gjørt verður aðra staðni. Hugsa vit um, hvussu knípið tað hevur verið við peningi til íløgur hesi árini, so kunnu vit tó fegnast um tað, sum hent er. Tað eru stór framstig hend og farið er í holt við ymisk øki, ið hava verið misrøkt í mong ár. Tað er kortini ikki rætt at siga, at ein er heilt nøgdur. Okkurt kundi verið øðrvísi og betri og fleiri mál, ið eru samtykt, hava drigið alt ov langt út. Sagt verður, at norðoyingar eru eitt tolið fólkaslag, og tað gongur sjón fyri søgn. Samstundis, sum mangt er fingið av skafti, hevur verið roynt at gjalda skuldina niður, og kunnu vit gleðast um, at fíggjarstøðan er munandi batnað. Býráðslimir eiga tó bert ein lítlan part av æruni. Vit eru vælsignað við næstan ókendum fiskiríkidømi og methøgum fiskaprísum. Alivinnan hevur gingið serstakliga væl. Vinnulívið hevur blómað, og arbeiði hevur verið til flest allar arbeiðsførar hendur. Skattakrónurnar eru vorðnar fleiri og fleiri. Tá ið ringast stóð til, skyldaði Kommunan á leið fýra álíkningar, og tá ið hetta árið er liðugt, vænta vit at vera komin niður um eina álíkning. Vit kenna ikki framtíðina, men vit kenna søguna. Aftaná góðar tíðir koma verri tíðir. Neyðugt verður tí í komandi tíðum at arbeiða skilagott við fíggjarligum varsemi. Tað ynskir Sambandsflokkurin at gera. Móðurmál okkara hevur bara okkum Hugstoytt er at síggja brøv frá almennum føroyskum skrivstovum til føroyskar borgarar og stovnar, sum eru skrivaði á útlendskum máli. Lógarstaðfestu serrættindini hjá donskum í Føroyum eru skaðilig fyri hugburð okkara á hesum so viðkvæma øki - føroyskt MÁ gerast einasta høvuðsmál okkara! John Færø, Hamarssniðið 24, 700 Klaksvík Teldupost-bústaður: john@post.olivant.fo Eg fari við hesum at rópa eitt varskó til tykkum, landsmenn mínar, um ikki at lítisvirða tann skatt, sum móðurmál okkara av sonnum er. Hvar vit enn starvast, hjá myndugleikum, á stovnum, í fyritøkum á sjógvi og landi eins væl og heima við hús, millum børn og ungdómar - ja, allastaðni, har føroyingar búleikast - latið okkum tryggja føroyska móðurmáli okkara tað heiðurspláss, sum tað av røttum eigur! Føroyskir stovnarskriva á donskum! Sum skrivstovumaður á føroyskum stovni síggi eg dagliga nógv skriv, sum verða móttikin ella send øðrum stovnum, fyritøkum og persónum. Felags fyri tey flestu av hesum er, at tey verða skrivaði á móðurmáli okkara - sjálvandi. Seinastu tíðina havi eg tó lagt til merkis, at umsitingarstovnar her á landi í størri mun enn áður seta í starv fólk, ið tosa annað mál enn føroyskt, sum tey nátúrliga ikki duga, tí tey eru úr øðrum landi. Henda gongd kemst óiva av vantandi føroyskari arbeiðsmegi við tí neyðuga yrkiskunnleikanum og er hetta einamest at síggja í høvuðsstaðnum, har tey flestu størvini - t.d. innan almennu umsitingina - eru at finna. Menniskjaliga og fakliga havi eg einki at viðmerkja til hesa gongd - tað er málspurningurin, sum mær liggur á hjarta. Avleiðingin av øktu útlendsku arbeiðsmegini - t.d. innan almennu umsitingina - er, at tað nú kemur oftari fyri, at føroyingar fáa skriv frá føroyskum myndugleikum, sum eru skrivaði á útlendskum máli!! Ein háðan móti móðurmálinum Eftir míni meting eigur tað ikki at koma fyri, at føroyskir stovnar samskifta á útlendskum máli við føroyingar í Føroyum - og tað av fleiri orsøkum: Fyri tað fyrsta er slíkt ein háðan ímóti móðurmáli okkara, sum onnur undan okkum hava stríðst so nógv fyri. Tað er somuleiðis mín avgjørda sannføring, at steðga vit ikki slíkum, fer tað at skapa eina sera óhepna og álvarsama siðvenju her á landi, har útlendskt mál millum føroyingar so við og við verður góðkent sum eins gott og føroyskt í samskifti millum føroyingar í Føroyum. Og er tað fyrst blivið siðvenja, eri eg ræddur fyri, at eitt heilt málstríð skal til fyri at rætta skeivleikan uppaftur. Hetta verður eitt ómetaligt afturstig, og eftirkomarar okkara fara av røttum at ákæra okkum fyri at lata teimum eitt verri statt móðurmál upp í hendur enn tað, sum vit arvaðu frá okkara møðrum og fedrum. Setið krøv og skipið frálæru! Um eg ella tú flutti til annað land, har vit fingu starv, sum viðførdi munnligt og skrivligt samskifti við borgarar o.o. í tí landinum, hevði tað heilt nátúrliga verið eitt ófrávíkiligt krav frá arbeiðsgevara okkara har, at vit lærdu okkum tjóðarmál teirra til lítar og brúktu tað í okkara arbeiði. Tað er tí púra burturvið, at vit føroyingar ikki seta hesi somu krøv til teirra, sum starvast skulu innan samskifti í samfelag okkara. Hetta hevur als einki at gera við vantandi virðing fyri teimum, sum flyta higar til lands - tey eru meir enn hjartaliga vælkomin - hetta hevur meira við at gera, um vit vilja virða og verja rættindini hjá móðurmáli okkara. Rættindi, sum forfedrar okkara ikki vunnu tí ókeypis. Tí er mítt einfalda uppskot til stovnar, skrivstovur o.o. við fólki, sum ikki duga føroyska málið: Skipið so fyri, at hesi fáa ta neyðugu frálæruna - møguleikarnir fyri hesum eru ótaldir við øllum okkara dugnaligu móðurmálslærarum og -skúlum, bæði almennum og privatum. Rímiliga kostar hetta nakað av orku og peningi, men tað er lítið at bera saman við kostnaðin fyri mál okkara, um vit ikki verja borg. Danskt hevur somu rættindi Fyri stuttum gjørdu donsku myndugleikarnir av - hóast hørð mótmæli frá Føroya Landsstýri - at seta í gildi fyri Føroyar ein evropeiskan sáttmála, har føroyska málið verður staðfest sum eitt økismál, "regionalt sprog", í Danmark, og vísandi til heimastýrislógina verður staðfest, at danskt skal lærast væl og virðiliga, og at danska málið eins væl og tað føroyska kann brúkast í almennum viðurskiftum í Føroyum. Ríkisrættarliga er hetta ein sannleikans lagnustund, tí hetta er eitt so sigandi dømi um, hvussu veruliga lítið vit føroyingar undir verandi stýrisskipan hava at siga í einum so grundleggjandi spurningi sum okkara egna móðurmáli!! Tá danir eru so ósmædnir áðrenn fólkaatkvøðuna - hvat skulu vit so vænta okkum aftaná?!! Kann tað hugsast ? Í ringasta føri kundi ein ímynda sær, at útlendingur, sum kom higar at arbeiða, við nevndu lóg fyri Føroyar í hondini noktaði at lýða boð frá sínum føroyska arbeiðsgevara um at læra seg føroyskt og brúka tað í arbeiðnum, tí tað við lóg er ásett, at danska málið eins væl og føroyskt kann brúkast í almennum viðurskiftum! Kanska fer hetta ikki so langt, men harðrendi danski framferðarhátturin er í øllum førum sera óheppin, og óynskta danska staðfestingin av rættindunum hjá donskum í Føroyum styrkir eisini hugburðin hjá teimum persónum her á landi, sum ikki hava hug at læra seg føroyska málið - og tað er stórt spell! So kann Helveg royna at sláa hesa seinastu gerð sína upp í glens. Eitt er vist: Var talan um, at týskarar - ímóti viljanum hjá donsku stjórnini - við altjóða sáttmála, galdandi fyri Danmark, staðfestu eina javnstillan av týskum og donskum, sum fekk heiti "regionalt sprog", á sama hátt sum danir gera við donskum í Føroyum - ja, so hevði Helveg neyvan sagt, at "der er ikke grund til at være skuffet"! Vit mugu ikki gloyma, at meðan tjóðarmálini hjá flestu grannalondum okkara hava milliónatals íbúgvar í sínum parti, hevur okkara føroyska tjóðarmál bert okkum áleið 50000 føroyingarnar at varðveita, verja og stimbra tað. Títt og mítt persónliga avrik hevur tí alstóran týdning fyri framtíð tess. Føroyingar mugu fáa kærleika til teirra mál Í 1903 vóru nakrir føroyingar savnaðir í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn at røða um ymisk føroysk viðurskifti, har tann tá 25 ára gamli málvinurin Jákup Dahl, ið seinni gjørdist prestur og Føroya próstur, m.a. segði: Meðan danskt mál nærum varð køvt av týskum, meðan norskt mál nærum varð køvt av donskum, meðan hetlendingar heilt mistu teirra mál, og heilt vórðu gjørdir eingilskmenn, meðan hildu føroyingar trúliga fast við tann arv, fornfedrar teirra høvdu givið teimum, siðir og siðvenjur, veri- og hugsunarháttir hildur seg óbroyttir gjøgnum hundraðir av árum _ Soleiðis mugu føroyingar fyrst og fremst læra at kenna og virða seg sjálvar sum føroyingar; teir mugu fáa kærleika til teirra mál og leggja allan vilja og ídni og áhuga á at goyma tað reint og ríka og útbúgva tað. Teir mugu venjast til at hava virðing og met fyri føroyskum sermerkjum og viðurskiftum, og teir mugu læra at kenna, at tað er ein skomm fyri eitt lands synir og døtur at halda hánt um eitt land, eitt fólk og mál, og alt, sum fornfedrarnir hava givið til teirra. ... Ein kann ikki taka burtur tað støðið undan einum fólki, sum tað hevur vunnið við egnum arbeiði og útviklingi og framfari, og ein kann ikki strika út tey tjóðskaparligu serkenni uttan at skaða hetta fólkið eymast og meinast. Móðurmálið, ein dýrabarur arvur. Móðurmál okkara er dýrabarur arvur, sum vit føroyingar, ið nú liva, hava í varðveitslu, til vit handa tað víðari til næsta ættarlið. Tað var ikki uttan stríð, at føroyska málið yvirlivdi so væl á munni forfedra okkara, og nú er tað upp til okkum at røkja tað, til eftirkomarar okkara arva tað frá okkum. Við at slaka meir ein gott er í málstevnuni, kunnu vit verða atvoldin til afturstig, sum onnur undan okkum stríddust fyri at umgangast, og sum tey, ið aftaná koma, kanska ongantíð verða ment at bøta aftur. tí móðurmálið er ikki bert eg og tú og her og nú - tað hevur livað í mong hundrað ár og skal framhaldandi liva, so leingi, sum Føroyar standa. Klaksvík tann 18. oktober 2000 Stefan í Skorini - jakup@sosialurin.fo Heidi vann silvur frammanfyri 16.000 áskoðarum Føroysku svimjararnir í Paralympisku leikunum í Sydney hava fingið sítt fyrsta heiðursmerki til høldar. Heidi Andreasen kom næst á mál í 400 metur frísvimjing Svimjing Hetta var fyrsta heiðursmerki á hesum leikunum, men enn eru tær báðar Esther Gaard Hansen úr Havn og Heidi Andreasen av Eiði ikki lidnar við sínar kappingar, og fleiri finalupláss verður tað møguliga til í teimum kappingunum, sum eftir eru. Heidi Andreasen var á geil 5 í finaluni, og var mett at vera næstbest. Tað megnaði hon eisini at prógva við silvrinum. Tá svimjararnir høvdu svomið hundrað metrar, varð longu líkt til, at Heidi í minsta lagi fór at fáa heiðursmerki av onkrum slag. Heidi setti eisini persónligt met, og hon tók heili tólv sekund av sínum gamla persónliga meti. Esther Gaard Hansen hevur eisini verið í kapping. Hon kom ikki í finaluna, men hon megnaði eins og Heidi at betra egna met sítt við tólv sekundum. Við hesum hava báðar rokkið sínum máli, sum var at seta persónligt met. Torir ikki at vóna meira Við Útvarp Føroya sigur Heidi Andreasen, at hon ikki torir at rokna við fleiri heiðursmerkjum, men at tær báðar fara sjálvandi at gera alt fyri at røkka fleiri. Hon vísir á, at kappingin er so ómetaliga hørð millum svimjararnar, og ilt er at vita, um onkur teirra kanska hevur tikið seg nógv fram seinastu tíðina. Heldur ikki ber til at vita frammanundan, hvussu tað fer at ganga tann dagin, kappingin er. Um finaluna sunnudagin sigur Heidi, at hon visti, at møguleikin fyri einum heiðursmerki var til staðar, men at hon ikki tordi at vænta nakað, tí tær allar vóru só tættar. Gleðin um úrslitið var sum vera man sera stór hjá Heidi. Hetta er lønin fyri harða venjing seinastu árini. Tá Heidi fekk sítt heiðursmerki um hálsin á hátíðarhaldi, hevði hon føroyska Merkið um herðarnar. Hon hevur ikki orð fyri teimum kenslum, sum tá bylgjast í einum, men tað var ein ótrúligt uppliving, tá flaggið varð vundið á stong. Til finaluna vóru 16.000 áskoðarar og hugdu. Tveir av luttakarunum vóru úr Australia, og teir fingu sjálvandi stóran stuðul. Hetta nervaði tó ikki Heidi, sum svam á mál sum nummar tvey. Væl nøgd Katrin Johansen er venjari hjá teimum báðum føroysku luttakarunum. Hon sigur við útvarpið, at hetta hevur stóran týdning, tí tað gevur teimum mót til hinar kappingarnar. Tær hava nú gjørt vart við seg og Føroyar við úrslitunum. Katrin leggur dent á, at tær báðar hava fingið sera góð úrslit. Báðar hava sett persónligt met við tólv sekundum, og tað er ikki so lítið. Hon er annars sera væl nøgd við úrslitini higartil. Hetta er prógv um, at vit eru enn á toppinum á paralympisku leikunum, og okkara vónir eru góðar til fleiri finalupláss seinni og møguliga eisini heiðursmerki, sigur Katrin Johansen, venjari. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo ÍSB svimjararnir seta Føroyar á heimskortið Enn eina ferð syrgja føroysku svimjararnir fyri, at føroyska merkið sæst, og at Føroyar fáa nógva umrøðu kring allan heimin Svimjing Tað er ikki ókent, men tað er eins hugaligt hvørja ferð. Olympisku leikirnir fyri brekað eru í hesum døgum í Sidney í Australia, og sum ikki eina ferð gera føroysku svimjararnir um seg. Tvær føroyskar gentur luttaka í svimjikappingunum, og bæði Ester Gaard Hansen úr Havnini og Heidi Andreasen av Eiði hava svomið skjótari, enn tær nakrantíð áður hava gjørt. Meðan føroyingar heima á landi lógu í fasta svøvni sunnunáttina stríddust tær báðar í Sidney, og tað eydnaðist Heidi Andreasen at koma upp á skammulin, har bara tey bestu sleppa upp í part. Í 400 metra frí kappingini vann Heidi silvur. Hon svam sum um talan var um ein vanligan venjingartíma og læt seg ikki órógva av, at tað vóru fleiri enn seks túsund áskoðarar í høllini, at upptøkutólið snurraði, og at tað tískil sótu millónir kring knøttin og fylgdu við og undraðust yvir, hvat Føroyar eru fyri nakað og hvar tær eru. Vit ynskja Heidi, familjuni, ÍSB og øllum føroyingum hjartaliga tillukku við framúr avrikinum. At tað verður sjónvarpað kring allan knøttin, tá ein føroysk genta í harðari kapping við svimjarar alla staðni frá vinnur silvur og hevur føroyska Merkið um herðarnar, tá hon tekur ímóti silvurkrónuni, er ein so stór umrøða fyri Føroyar, sum tað næstan ikki kann sigast frá. Føroysku svimjararnir hava vant sera nógv undan fráferðini til Australia. Tað er hugaligt, at tær longu hava vunnið fleiri finalupláss. Silvurkrónan hjá Heidi Andreasen er sjálvandi krúnan á verkinum. Svimjararnir skulu vita, at tað í Føroyum verður fylgt væl við, hvussu tær fara at standa seg í kappingunum, sum eru eftir. Teimum verður ynskt alt tað besta. Royndur venjari Venjari hjá føroysku svimjarunum er Katrin Johansen, sum saman við øðrum svimjarum hevur verið føroyskari svimjing og Føroyum sum heild til miklan sóma í olympiskum kappingum fyri brekað í Soul í Suðurkorea og í Barcelona í Spania. At Ester og Heidi hava Katrina við sær í Sidney er av alstórum týdningi. At vera við í olympiskari kapping fyri fyrstu ferð er nýtt, og tað skal kanska ikki so nógv til at missa stevið. Katrin er myndug, og tað hoyrist, tá hon úttalar seg, at hon veit, hvat hon tosar um. Hon roynir at taka trýstið av svimjarunum, og tað er skilagott. Tað er skilligt, at Katrin hevur lært svimjararnar, at tær skulu ikki leggja trýst á seg sjálvar. Tí undirstrika Ester, Heidi og Katrin ferð eftir ferð, at kappingin er hørð, og at tað tískil er torført at siga nakað um møguleikarnar at fáa fleiri heiðurskrónur. Men tað skilst á lagnum, at møguleikin er ikki eingin. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Stigini eru góð Um eitt lið skal fylgja við í oddastríðnum er sjálvandi neyðugt, at stig verða fingin til høldar, og hetta ásannaði Alexandur Johansen eisini, tá vit eftir dystin spurdu hann um týdningin av sigrinum sunnudagin. Týdningin av sigrinum. Tað veit eg ikki rættiliga. Vit fingu sjálvandi tvey stig, og tað ræður jú um at hava nógv stig, tá kappingin er liðug. Annars var tað sjálvandi týdningarmikið hjá okkum at vinna, eftir at vit taptu seinasta vikuskiftið, men hóast hetta, so eri eg ikki nøgdur um spælið hjá okkum. Fyri áskoðararnar var hetta kanska ikki ein av teimum bestu dystunum. Partvíst tí tað altíð er keðiligt við mansverjing, men hetta var so neyðugt hjá okkum hesu ferð, segði lítli leikarin við stóru hondbóltsevnunum. Um vónirnar framyvir helt hann, at tær mundu vera hampuliga góðar. Nú mugu vit bara vóna, at venjarin skjótt aftur verður tøkur. Eg haldi, at hann ætlar at royna at spæla mikudadgin, tá vit hava dyst móti KÍF, men eg eri tó ivasamur, um hann er klárur til ta tíð. Í aðrar mátar ræður bara um hjá okkum at fáa so nógv stig sum gjørligt, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur, segði altso Alexandur Johansen at enda. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo StÍF eltir vestmenningar Fyri fyrstu ferð í ár tapti besta mansliðið hjá Neistanum landskappingardyst, men avrikið móti StÍF bendir á, at talan ikki verður um tað seinasta Hondbóltur Nseistin-StÍF 20-27 (8-10) Fram til sunnudagin hevði ári 2000 verið ein sonn sigursgongd hjá Neistanum. Í landskappingini hevði liðið vunnið allar dystirnar frá ársbyrjan fram til sunnudagin, og seinasti stigamissurin var 12. desember í '99, tá teir vóru á vitjan hjá StÍF. Seinasta tapi var 21. november í fjør, tá teir taptu í Vestmanna. Fór ikki at halda Ikki tí, tað hevur líka sum ligið í luftini í heyst, at neistaliðið ikki fór ósigrað ígjøgnum hetta kappingarárið. Styrkin er neyvan at sammeta við hana í fjør, og hetta mundu strandingar eisini vera greiðir um, tá teir sunnudagin fóru á vøllin. Bæði liðini máttu annars vera týdningarmiklar leikarar fyri uttan. Leikandi venjarin hjá StÍF varð skaddur móti VÍF fyri viku síðani, og hjá Neistanum sá Kári Mortensen reytt í grannauppgerðini móti Kyndli. Harumframt var Elmar Ósá heldur ikki tøkur hjá Neistanum. Tað var Jacob Jónsson hinvegin, og fyrsut løtuna nærum hótti hann við at gera av við strandingar einsamallur. Skot og fríspælingar streymaðu frá hondum hansara, og tað skjótt greitt, at einasta gongda leið hjá StÍF var at mansverja, og seinastu 50 minuttirnar av dystinum varð hetta eisini gjørt. Johan slóðaði fyri Neistin, sum fram til tá hevði veirð omaná, fekk eftir hetta ongantíð veruliga gongd á spælið. Áki Mørk royndi seg við nøkrum knallhørðum skotum, men ofta var ferðin størri enn neyvleikin. Jákup Sverri fekk fatur á nógvum inni á strikuni, og gjørdist hann eisini toppskjútti, men tað var so at siga tað, sum Neistin hevði at bjóða í álopspartinum. Tó so. Høvdu strandingar havt onkran annan málverja enn Johan Danielsen, kundi væl verið, at máltalið hjá Neistanum var størri, >>Johan Superman<<, sum strandingar rópa hann, nærum læsti málum í løtum, og legði har við lunnar undir útisigurin. Leivur skeyt Lars niður Í álopspartinum lá sum vanligt nógv á herðunum hjá Artur og Alexandur, men tað var tó frá einum øðrum armi enn teirra, at flestu StÍF málini komu. Leivur Justinussen hevur fleiri ferðir áður víst, at hann er førur fyri at senda nakrar kanónkúlur avstað, men sjáldan hevur tað verið gjørt so støðugt, sum á Hálsi sunnudagin. Lars Winther í Neistamálinum varð snøgt sagt skotin niður á jørðina eftir frálíka avrikið móti Kyndli, og serliga í seinna hálvleiki var sjónligt, at hann hevði tapt sálarliga kríggið móti StÍF álopinum, og ferð eftir ferð varð hann fangaður á skeiva beininum, meðan avíkavist Artur, Alexsandur og Leivur sendi bóltarnar upp í málhornið. Í roynd og veru var sigurin hjá StÍF ongantíð í Vanda, eftir at teir høvdu tikið Jacob Jónsson úr spælinum. Vanliga kvika hondbóltsspæl teirra kom kanska ongantíð veruliga til sín rætt, men hinvegin prógvaðu teir við sigrinum, at tað fram um hini liðini eru teir, sum skulu takast við vestmenningar í oddastríðnum, men til tað krevast, at venjarin skjótt verður tøkur aftur. Dysturin í tølum Malskjúttar: Neistin: Jákup Sverri Kass 8(1), Áki Mørk 5, Jacob Jónsson 4, Regin Didriksen 2, Ári Rouch 1 StÍF: Leivur Justinussen 9, Alexandur Johansen 6(1), Marius Joensen 4, Andre F, Danielsen 3, Artur Johansen 3, Pauli Poulsen 1 Brotskøst: Neistin 2, StÍF 3 Útvísingar: Neistin 6 Diskvalifikatión: Neistin 1(3x2 minuttir) Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Av síðulinjuni Regin Petersen mátti eygleiða dystin leygardagin av áskoðaraplássunum. Hetta tí hann fekk reytt kort móti Neistanum fyri viku síðani. Sostatt var lítið, sum hann kundi gera, til tess at hjálpa liðfeløgunum, sum í ólukkumát tørvaðu onkran skjútta afturat Bjarna Wardum. Komandi sunnudag er Regin tó við aftur, og so mugu teir hjá Kyndli bert vóna, at hetta fer at gera mun. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Av neyð Sophus Dal-Christiansen gjørdist leygaragin leikandi venjarin hjá Kyndli, men hett er so avgjørt ikki nakað, sum Sophus sjálvur ætlar sum eina varandi loysn. Tað var ein alstórur trupulleiki hjá okkum, at vongspælararnir ikki skoraðu upp á teir møguleikar, sum vit høvdu. Tí var tað kalla ein neyðloysn, at eg fór inn á vøllin, og so er bara at vóna, at tað ikki verður tørvur á hesum aftur, segði venjarin eftir dystin. Undan uppgerðini varð roknað við, at ein sigur mundi vera kravið til Kyndil, men kortini helt Sophus, at teir kunnu ikki annað enn vera nøgdir um javnleikin. Vit koma alt ov langt aftur um á máltalvuni, og tí skulu vit vera fegnir um javnleikin, helt hann eftir dystin, og tað kann eisini vísa seg, at hetta verður kostnaðarleyst hjá Kyndli. Verður talan ikki um aðrar javnleikir í grundspælinum, so geur dysturin hóast alt fulla úrtøku í stigum, og so er í øllum førum einki tapt hjá Kyndli. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Jóannes heldur fram á Toftum Næstsíðsta leygardag bóru vit tíðindini um, at Hans Fróði Hansen komandi kappingarár fer at spæla við B68 og ikki við Sogndal. Tá søgdu vit samstundis, at flestu spælararnir, sum í farna kappingarári hava spælt við B68, eisini fara at vera á liðnum komandi ár. Tá var tað ikki greitt, um Jóannes Jakobsen fór at halda fram í venjarasessinum, men B68 formaðurin, Niclas Davidsen, segði seg vóna og rokna við, at teir fóru at hava sama venjara. Nú sigur Niclas Davidsen, at avtala er gjørd millum felagið og Jóannes Jakobsen um framhaldandi samstarv: Tað eru vit sera glaðir um. Øll í felagnum hava verið stak væl nøgd við venjaran, og tað kemur væl við, at vit ikki skulu út at leita eftir einum nýggjum manni, sum skal setast inn í viðurskiftini. Í ár vildu vit vera við í toppinum, og tað vóru vit. Málið verður tað sama komandi ár, og so mugu vit vóna, at tað fer at eydnast at koma eitt sindur hægri, enn triðja plássið, sum vit endaðu á í ár. Ársveitlsan hjá B68 skuldi havt verið næstsíðsta leygarkvøld, men hon varð útsett. Nú er avgjørt, at ársveitslan verður leygardagin 25. november. Ítróttarfelagið á Toftum plagar at hava eitt stórt eydnuhjól á hvørjum ári. Tað er ásett at vera leygardagin 18. november. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo AGF í nýggjum hami Óli Johannesen var á vøllinum síðsta korterið, tá oddaliðið úr Lyngby varð sent aftur til Keypmannahavnar við stórtapi Superliga Hóast tað ikki hevur sæðst so nógv til tað, so tykist viljin í Århus ikki at vera sørur fyri at bjarga fótbóltsflaggskipinum í býnum. Higartil hevur hetta ikki sæst aftur í reiðum pengum, men sunnudagin varð tað tikið sum eitt tekin um vælvild, tá býráðsformaðurin, Flemming Knudsen, sat aftanfyri mikrofonina og segði frá um mál og útskiftingar og hvussu tað gekk aðra staðni í superliguni. Ove Christiansen, venjarin, hevði fleiri spælarar tøkar hesa ferð, enn hann hevur havt leingi. Tað hevði m. a. við sær, at tað ikki var pláss fyri Óla Johannesen ímillum teir fyrstu ellivu. Óli var á beinkinum. Tá eitt korter var eftir, kom Óli á vøllin fyri verjuspælaran Jesper Andersen. Tveir minuttir undan útskiftingini høvdu Óli og teir 3.364 áskoðararnir verið vitni til ársins mál í Århus. Í sambandi við fríspark 25 metrar úr Lyngby málinum, varð bólturin lyftur upp, og so heilfluktaði Dennis Siim, sum eftir leikbann var aftur í verjuni, dygst undir samankomingini. Tá gjørdist støðan 3-2, og korterið, sum Óli var á vøllinum, var rættuliga hugaligt, um tað verður sæð upp á tað við AGF brillum. AGF skoraði tvær ferðir og vann tískil 5-2. Seinastu átta dystirnar undan sunnudegnum hevði AGF tapt sjey ferðir. Nýggjan íblástur Lyngby spældi sum eitt botnlið, og AGF spældi sum eitt oddalið, var niðurstøðan í donskum fjølmiðlum. Sigurin hevði við sær, at AGF lyfti seg upp um niðurflytingarstrikuna. Í staðin datt Herfølge niður um strikuna. Í AGF halda teir, at umframt stigini so var tað av alstórum týdningi, at spælararnir staðfestu bæði fyri sær sjálvum og øðrum, at teir framvegis duga at spæla fótbólt. Millum nýggju menninar á liðnum hjá AGF var miðvallarin Peter Degn, sum er ein gamal kenningur í felagnum. Seinastu tvey árini hevur hann verið í Everton, har hann hevur spælt millum lítið og einki. Hann spældi í ein tíma, so orkaði hann ikki meiri sunnudagin. Honum restar dystarvenjing, og í AGF ivast teir ikki í, at hann verður stórur styrkur, tá venjingarstøðan verður betur, enn hon er nú. Um AGF heldur fram, har sum teir sleptu sunnudagin, so verður mett, at teir skjótt fara at sleppa undan niðurflytingar hóttanini. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Jákup er á veg til Grikkalands Skaddi tummulin fer ikki at bila, so føroyski landsliðsmálverjin hósdagin fer at fáa vart Herfølge málið í UEFA Cup Superliga Jákup Mikkelsen var á áskoðaraplássunum, tá Herfølge sunnudagin spældi 1-1 á heimavølli ímóti OB. Undir venjingini leygardagin fekk eg eitt spark í annan tummulin. Tað hevði nógva pínu við sær, tummulin gjørdist óliðiligur, og tískil var tað ikki hugsningur um at spæla sunnudagin. Aftaná dystin móti OB var eg hjá læknanum, og hann mest sum gav mær lyfti um, at tað ikki verður nakar trupulleiki hjá mær at spæla í Athen hósdagin, sigur Jákup Mikkelsen. Herfølge fer í dag úr Danmark og til Athen, har dysturin í UEFA Cup verður ímóti AEK hóskvøldið. Jákup Mikkelsen rósar Claus Udengaard, sum loysti føroyska landsliðsmálverjan av millum stólparnar ímóti OB: Hann hevði fleiri góðar bjargingar, tá mótstøðumenn vóru leysir frammanfyri honum, sigur Jákup Mikkelsen. Tað skilst á donskum fjølmiðlum, at veikleikin hjá eykamálverjanum er, at hann ikki er nakar serligur fótbóltsspælari. Verjan plagar at hava ein góðan fótbóltsspælara í málinum, men sunnudagin kundu teir ikki gera so nógv av at spæla aftur til málverjan, sum teir plaga at gera. Málini Herfølge stríddist rættuliga fyri søkini. Meistararnir eru undir niðurflytingarstrikuni, og tað kennist aftur í stuðlinum, sum teir fáa frá áskoðarunum. Hann er nógv minni nú, enn hann var hugaligu dagarnar tíðliga í summar. Sunnudagin vóru bara 1.688 áskoðarar á Herfølge stadion. Teir frøddust um, at heimaliðið legði seg á odda í 34. minutti. Chris Hermansen, sum ikki hevur verið sannførandi, síðani hann kom aftur úr AB, skoraði fyri aðru ferð upp í slag. Hann snaraði um seg sjálvan í brotsteiginum og sendi flatt í málið. Á tímaslagnum javnaði OB við brotssparki. Herfølge málverjin tók beinini undan OB álopsmanninum, Søren Andersen. Álopsmaðurin megnaði at koma á føtur aftur og senda bóltin í málið, men dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Í tí førinum varð hildið, at dómarin gjørdi tvey mistøk. Annað var, at hann ikki skuldi havt bríkslað fyri brotssparki, men heldur skuldi havt bíðað og sæð, hvussu støðan fór at taka seg upp. Hitt var, at tá hann hevði bríkslað fyri brotssparki, so skuldi hann ikki givið málverjanum gula kortið, men heldur tað reyða, tí hann tók upplagdan málmøguleika frá OB. Eingin Johan Føroyski landsliðsmaðurin Johan B. Hansen var ikki at síggja á OB liðnum. Eftir at Johan hevur verið fastur fúsur í OB verjuni í nógvu teimum seinastu dystunum, hevði venjarin, Troels Bech, hesa ferð valt at hava Johan á beinkinum allar 90 minuttirnar. Tað varð ikki tosað nakað serligt um, at Johan ikki var á liðnum. Haraftur ímóti gjørdu donsku fjølmiðlarnir nógv burturúr, at OB hevði fingið nýggjan málverja. Tá danska landsliðið var í Føroyum, varð nógv gjørt burturúr, at Jesper Christiansen, sum akkurát var komin í OB málið, var eykamálverji hjá Peter Schmeichel. At Morten Olsen vísti 22 ára gamla málverjanum so stórt álit hevur havt við sær, at fleiri útlendsk feløg hava víst honum áhuga. Í síðstu viku varð málverjin seldur úr OB og til Glasgow Rangers. Bæði málverjin og OB fingu fleiri milliónir burtur úr handlinum. Hesa ferð stóð Ulrik Lind í OB málinum. Hann er omanfyri tveir metrar høgur, og í fyrstu atløgu tóktist tað ikki hava serligan týdning, at OB hevði skift málverjan út. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Venjingarstøðan er góð Um góða byrjanina, sum vestmenningar hava fingið upp á kappingarárið, sigur Hjalmar Klein Olsen, at venjingarstøðan í ár hevur verið góð frá byrjan. Eg havi havt allar leikarar tøkar síðani fyrst í august mánaði, og hetta hevur avgjørt virka positivt á venjingarstøðuna. Eisini vóru vit á Lanzarote á venjingarlegu, so alt í alt haldi eg leikararnar vera sera væl fyri. Um hópin til dystin sunnudagin sigur venjarin annars, at hann helst verður tann sami, sum á Skála, og merkir hetta sostatt, at Áki Olsen allar helst enn ikki er 100% til reiðar at spæla. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo VÍF heldur kósina Sigursrøðin hjá VÍF heldur fram, og sunnudagin vórðu tað hoyvíkingar, sum máttu boyggja seg Hondbóltur VÍF-H71 31-25 (13-10) Hóast ein munur upp á seks mál ikki tykist so øgiliga stórur, so mundi ivin um úrslitið í Vestmanna ongantíð verða hin heilt stóri. Annað var kanska heldur ikki væntandi, tí mett eftir úrslitunum seinasta kappingarár, umframt teimum broytingum, sum báðum liðunum hevur verið fyri, so var styrkismunurin á pappírinum stórur. Lítil ivi VÍF var eisini liðið, sum byrjaði dystin nógv betri, men eftir at teir fyrstu løtuna høvdu hótt við at bumba gestirnar heim aftur, stóð eina løtu stilt hjá teimum gulu. Gestirnir megnaðu sostatt at koma nakað aftur í aftur, og eina løtu í fyrra hálvleiki stóð eisini á jøvnum, men so dragnaði tó aftur. Beinan vegin, sum seinni hálvleikur byrjaði, øktu vestmenningar aftur um leiðsluna, og so restina av dystinum var tað bert ein spurningurin um at halda munin niður til hoyvíkingarnar. Sum skilst úr Vestmanna, var ongantíð ivi um, hvørt av liðunum var tað betra. Tað tóktist tó, sum um leikararnir hjá heimaliðinum ikki alla tíðina vóru nóg hugsavnaðir um uppgávuna, og fleiri álopsroyndir vórðu tveittar burtur, tí menn ikki gjørdu sær nóg stóran ómak. Betri næstu ferð Hjá gestunum var tað serliga Halgir Dahl-Olesen, sum gjørdi um seg, og tað er einki at ivast í, at vónirnar hjá hoyvíkingum um kappingarárið eru nær tengdar at skotstyrki hansara. Hinvegin var merksivert, at Stefan Dorofte sat á beinkinum, eins og Olaf Vestergaard fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið var at síggja á vøllinum. Ivaleyst fara hoyvíkingar hetta árið at gera meira um seg, enn teir gjørdu seinasta kappingarár, og so er spurningurin, hvussu langt hetta fer at røkka. Móti VÍF var ein góður vilji ikki nóg mikið, men spurningurin er helst, um tað er nóg mikið hjá nøkrum øðrum liði, tí á pappírinum er VÍF í løtuni nógv besta liðið í landinum. Enn er kappingarárið tó ungt, so framvegis kann nógv henda, og vestmenningar vita helst eisini, at teir ikki skulu selja skinnið ov tíðliga. Dysturin í tølum Málskjúttar: VÍF: Sámal Joensen 7, John Zachariaseb 7, Agnar Joensen 6(1), Ingi Olsen 5(2), Harald Bjørgvin 2, Danut Negro 2, Martin Hummeland 2 H71: Halgir Dahl-Olesen 9(1), Annfinnur N. Debes 4(1), Johnny djurhuus 3, Rolf Mouritsen 3, René Dahl-Olesen 3, Hallur Danielsen 2, Olaf Vestergaard 1 Brotskøst: VÍF 5, H71 4 Útvísingar: VÍF 6, H71 3 Diskvalifikatión: H71 1 (3x2 minuttir) Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Sóljan følnaði Uppflytararnir úr Vágunum vórðu settar so dyggiliga til viks, tá tær sunnudagin høvdu lagt leiðina um Vestmannasund Hondbóltur VÍF-Sóljan 30-12 Tríggjar teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið høvdu uppflytararnir úr Sóljuni fingið góð úrslit, og tí vóru vónirnar ikki heilt ongar, tá tær sunnudagin fóru til Vestmanna. Tepur tap móti gull- og silvurvinnarunum frá í fjør, saman við einum sigri á Tjaldrinum boðaðu í øllum førum frá, at knotur vóru í liðinum, men hesu ferð vóru tær so dyggliga við undirlutan. Bremsaðu stórskjúttanum VÍF sendi nevnliga gestirnar avstað við einum sonnum stórtapi, og hóast tær hjá VÍF ikki tóktust heilt nøgdar um spælið, so kunnu tær ikki annað enn vera nøgdar um úrslitið. Sum skilst, so var munurin á spælinum alla tíðina stórur, men á máltalvuni fór ikki at bragda fyrr ein seinasta korterið ella so. VÍF hevði valt at dekka við einum skeivum eittara, sum skuldi taka broddin av vandamesta álopsvápninum hjá Sóljuni, Simonu Dziukgyte, og hetta eydnaðist eisini avbera væl. Stórskjúttin, sum higartil hevur skotið meira enn helmingin av Sólju málunum, skeyt eisini hesu ferð helmingin av málunum, men hetta rakk tó ikki langt. Samlaða máltalið hjá uppflytarunum var 12, meðan VÍF liðið fekk ikki færri enn 30, og so var leyst og liðugt. Skulu finna rútmuna Sum nevnt, so var munurin tó ikki so stórur alla tíðina, men seinastu tjúgu minuttirnar fingu gestirnir bert eitt mál, meðan heimaliðið skoraði ikki færri enn 14 ferðir. Umframt at vinna sær enn tvey stig í posan, gav VÍF við greiða sigrinum eisini ábendingar um, at tær ætla at hava okkurt orðið at siga, tá heiðursmerkini skulu býtast. Enn er tó langur vegur eftir á mál, men skal støði takast í einstaklingunum á liðnum, er lítið at ivast í, at tilfarið er gott. Spurningurin er so, hvørt teir báðir venjararnir kunnu fáa allar at svinga í somu takt, men tað fer tiðin helst at vísa. Dysturin í tølum Málskjúttar: VÍF: Fríða Marjunardóttir 9(1), Sóleyð Mikkelsen 7(2), Ioana Rapa 7, Nicoleta Radu 4, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 3 Sóljan: Simona Dziukgyte 6(4), Hertha Simonsen 2, Elsba Egilstoft 1, Marjun Jørgensen 1, Sølja Nielsen 1, Jóhanna í Horni 1 Brotskøst: VÍF 9, Sóljan 4 Útvísingar: VÍF 1, Sóljan 3 Carl Eli Nolsøe Samuelsen - jakup@sosialurin.fo Kasparov í trupulleikum HM dystur: Avbjóðarin Vladimir Kramnik telvar sum ein komandi heimsmeistari, nú støðan teirra millum er 5-4 til Kramnik. Sekstan talv skulu telvast Gary Kasparov hevur síðani 1985 verið heimsins besti telvari. Enn er hann fremstur, men í BrainGames.Net World Chess Championship, sum verður telvað í London, er hann í svárum trupulleikum. Hann hevur eftir níggju talvum ikki vunnið á Kramnik, men hevur hinvegin tapt eitt og leikt átta javnleikir. Stóri trupulleikin hjá Kasparov er, at hann megnar ikki at leggja nóg stórt trýst á Kramnik, heldur ikki við hvíta fólkinum. Bert tí eini ferðina hevur hann lagt ávíst trýst á landsmann sín, og tað var í áttanda talvi við svarta fólkinum. Hann hevði tá tvær finnir meir í endatalvinum, men teir høvdu ólíka farvaðar bispar og Kramnik helt tá javnt. Eftir ætlan kemur Kasparov til Føroya komandi summar, og spurningurin er um hann tá kann kalla seg heimsins besta telvara. Múrurin Kramnik Vladimir Kramnik hevur í roynd og veru telvað feilfrítt og ikki givið Kasparov nakran avgerandi møguleika at snýta seg. Hann hevur enntá havt møguleikan at økja um leiðsluna, men tí hevur Kasparov tó hegnisliga vart seg fyri. Kramnik er bert 25 ár og ungur í mun til Kasparov ið er 37 ár. Kramnik breyt altjóða ígjøgnum í 1992, tá hann vann øll talvini á fjórða borði í OL í Manila. Hann var hjálpari hjá Kasparovi í HM dystinum í 1995 ímóti W. Anand, og hevur síðani ment seg við øgiligari ferð. Leingi lá hann trifremstur í heiminum, aftanfyri Kasparov og Anand, men í summar fór hann framum Anand og liggur nú trygt á øðrum plássi á styrkilistanum. Aftaná annað pláss kemur fyrsta pláss, og líkt er til at Kramnik er væl á veg. Men hann má vinna hendan dystin, tí endar dysturin javnur, tað vil siga 8-8, endurvinnur Kasparov heitið. Níggjunda talvið er við í blaðnum í dag. Kramnik vísir í hesum talvi, at hann als ongar trupulleikar hevur við svarta fólkinum, í hvussu so er higartil í dystinum. Tíggjunda talvið verður telvað í dag, og fylgjast kann beinleiðis við talvinum á www.kasparovchess.com. Talvolympiadan í Istanbul Fyri tveimum mánaðum síðani varð føroyska OL liðið alment kunngjørt. Fimm mans vórðu úttiknir. Men síðani er bryting komin í, tí seks mans verða ístaðin sendir til Turkalands at umboða Føroyar. Tann sætti er Eyðun Nolsøe, sum eisini verður liðleiðari. Olympiadan verður í døgunum 28. okt - 12. nov. Føroyska liðið: 1. John Arni Nilssen HT 2. IM John Rødgaard VT 3. Heini Olsen KTF 4. Flóvin Tór Næs HT 5. Ólavur Simonsen KTF 6. Eyðun Nolsøe KTF Liðið er sterkt og kann neyvan gerast sterkari. John Rødgaard hevur síðani 1984 átt fyrsta borð, og í ár letur hann plássið til John Arna. Spennandi verður at fylgja John Arna og hansara sterku mótstøðu. Talvið í blaðnum í dag er frá OL 1992, tá Heini Olsen vann á Carsteni Høi. Føroyar leiktu tá sera óvæntað 2-2 ímóti Danmark Talvini hesa vikuna Kasparov,G (2849) - Kramnik,V (2770) Sama byrjan sum í talvi eitt og trý, og tá fekk Kasparov ei heldur Kramnik niður á knø Her er Kasparov passivur, møguligani bangin. Betri hevði verið h4, ella Aftaná talvið segði Kasparov, at hetta var ein feilur, og førdi bert til javnleiks. Betri hevði verið Nú er púra javnt. Hetta er fimtu ferð í dystinum Kramnik heldur javnt við svørtum remis Heini Olsen (2245) - IM Carsten Høi (2430) Manila OL 1992 Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Stórur missur Einki er at taka seg aftur í, at tað var dyggur smeitur hjá Stjørnuni, tá Adriana Milodanovic tíðliga í seinna hálvleiki noyddist av vøllinum. Seinni varð staðfest, at hælsinan var slitin, og líkt er tí til, at føroyameistararnir mugu vera kvika vongin fyri uttan restina av kappingarárinum. Tað er einki at ivast í, at hetta er ein missur hjá okkum. Talan er um ein leikara, sum hevur skotið hópin av málum higartil, og nú mugu hesi so koma aðra staðni frá, um vit skulu vinna dystirnar. Hetta sigur Svein Rógvi Nielsen, sum í ár er venjarin hjá Stjørnuni. Víðari sigur hann, at hetta helst eisini kemur at viðføra onkrar broytingar á liðnum. Í øllum førum verður hetta ein roynd fyri breiddina av hópinum. Her eru vit helst betri fyri, enn fleiri av kappingarneytum okkara, men hinvegin er ein góður bonkur eisini neyðugt, um man ætlar at vera við í toppinum. Hetta er framvegis málið, men sum sagt, so er tað ein stórur missur, at Adriana ikki verður við framyvir, sigur Svein Rógvi Nielsen at enda. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Stjørnan vann og misti Stjørnan fekk væntaða sigurin móti Neistanum sunnudagin, men sorgin um missin av Andrianu Milodanovic mundi vera størri enn gleðin um sigurin Hondbóltur Neistin-Stjørnan 22-23 (10-13) Tað vóru ávíkavis gull- og silvurvinnararnir frá undanfarna kappingarári, sum fóru á vølin sunnudagin, og tí kundi kanska roknast við eitt sindur av spenningi. Eisini tí at Neistin í fjør var eitt av bert tveimum liðum, sum megnaðu at koppa Stjørnuni í landskappingini. Í mun til í fjør eru tó broytingar farnar fram á báðum liðunum, og harumframt máttu tey bæði vera ein týðandi leikara fyri uttan sunnudagin. Hjá heimaliðnum er stórur saknur í Ingu Danberg, sum ikki er tøk fyrr enn 7. november. Hinvegin var eisini Stjørnan nakað skerd, við tað at Annika Ljósstein lá sjúk eftir í Klaksvík. Rótut Longu frá byrjan var líkt til, at talan ikki skuldi gerast um eitt hondbóltsupplivilsi av teimum stóru. Neistaliðið fór nærum alt fyri eitt úr at mansverja Vesnu Tomajek, og hetta ørkymlaði sjálvsagt álopsspælið hjá Stjørnuni, sum frammanundan var merkt av missinum av Anniku. Hinvegin gav hetta betri rúmd til aðrar leikarar, og serliga dugdu Andriana Milodanovic og Joan M. Joensen at gera sær dælt av hesum. Heldur ikki hjá Neistanum eydnaðist serliga væl at fáa nakað skipað spæl í lag. Ferðin varð ikki nóg høg, til at tær veruliga kundu spæla stjørnuverjuna tunna, og tí varð í stóran mun roynt at avslutta álopini við at lata skotstyrkina hjá Anniku Thomsen standa sína roynd. Adriana í serflokki Tí parturin av spælinum, sum riggaði best, stóð jugoslaviski vongurin hjá Stjørnuni fyri. Higartil í ár hevur hon verið toppskjútti hjá Stjørnuni, og sunnudagin prógvaði hon eisini hví. Hvørja ferð Neistin bara gjørdi klárt til at avslutta, fleyg skjóti vongurin avstað, og um neistaroyndin ikki gav mál, var klárt hjá Johannu at tveita ein langan bólt fram. Eisini megnaði hon sera væl at smoyggja sær inn av vonginum, og avlutningarnir hennara eru somikið ymsikir, at tað nærum er ógjørligt hjá málverjanum at rokna hana út. Av teimum 13 málunum, sum Stjørnan fekk í fyrra hálvleiki, stóð Adriana fyri teimum átta, umframt at hon eisini átti okkurt brotskast, og hetta sigur rættiliga nógv um týdning hennara fyri liðið. Tí var tað eisini ein dyggur smeitur hjá Stjørnuni, tá jugoslavin tíðliga í seinna hálvleiki varð borin av vølli. Í eina at síggja til vandaleysari støðu, small hon brádliga í gólvið, og skjótt var greitt, at okkurt var heilt galið. Sjúkrabilur varð tilkallaður, og eftir at hava bíðað í 20 pínufullar minuttir, slapp Adriana at enda á Sjúkrahúsið, har tað varð staðfest, at hælsinan er slitnað. Stóð nógv á Um hetta mundi var Stjørnan ávegis einum tryggum sigri, men tað var skjótt, at Neistin nú fór at toga seg aftur. Føroyameistararnir høvdu nú mist týdningarmesta álopsvápnið, tær tóktust ikki sørt skelkaðar av tilburðinum. Restina av dystinum stríddust tær fyri at varðveita leiðsluna, og hetta eydnaðist eisini, men nógv stóð tó eisini á. Hóast Neistin í fleiri førum tveitti bóltin burtur í álopsroyndum, so fmegnaði Stjørnan ongantíð at draga rættiliga frá. Ikki minst takkað verið eini væl leikandi Helenu í neistamálinum. Umframt at taka fleiri naskar royndir, forðaði hon eisini fleiri brotskøstum at fara inn, og móti endanum hevði hon heilt tikið pippið frá klaksvíkingunum. Tvær ferðir á rað hevði Stjørnan møguleikan at avgera dystin við brotskøstum. Báður ferðirnar misnýtti tær, og tá ein minuttur var eftir at leika, var munurin minkaður niður í eitt mál. Í seinastu álopsroyndini fekk Stjørnan tó avgjørt dystin, tá Una Olsen hegnisliga lobbaði upp um málverjan, og so hjálpti tað lítið, at Birita Wardum í seinastu sekundunum minkaði um munin. Dysturin í tølum Málskjúttar: Neistin: Birita Wardum 7, Annika Thomsen 5(2), Súna Mørk 3(2), Kára á Dunga 2, Bjørg Patursson 1, Mildrid Jacobsen 1, Susan Brockie 1, Ata Høgnadóttir 1, Gunvør Hofgaard 1 Stjørnan: Adriana Milodanovic 8, Vesna Tomajek 5, Joan M. Joensen 5(1), Bára Skaale 2(1), Anna Kristian Samson 1, Una Olsen 1, Birgit Ryan 1 Brotskøst: Neistin 4, Stjørnan 7 Útvísingar: Neistin 6, Stjørnan 2 Byrja við triðja setti ímóti ÍF !!! Nýggja liðið í bestu deildini tóktist tyngt av trýstinum, og tí kundi ÍF tryggja sær ein lættan sigur Flogbóltur Fossanes - ÍF 3-0 10 - 25, 13-25, 17-25 Um Fossánes hevði kunna byrja við triðja sett, so høvdu tær uttan iva vunnið dystin - ja, soleiðis kundi niðurstøðan eftir dystin leygardagin í Klaksvík kanska verið. Tí ein fær ta fatan, at Fossánes, sum flutti upp úr 1. deild seinasta kappingarár, líkasum ikki torir at leika í meistaradeildini og líkasum følir seg fram í teimum fyrstu settunum, og ikki tolir pressið at leika á langvølli í ítróttarhøll, í mun til fimleikahøllina á Fossánesi. Hesin leikháttur má broytast, um liðið ætlar sær at vinna ein dyst í meistaradeildini, tí her verður einki givið vekk ókeypis. Og soleiðis var tað í Klaksvík, tá ÍF kom á vitjan. Seinasta vikuskiftið leikti ÍF ímóti Mjølni og tapti 3-0, og ein merkti á liðnum, at í dag skuldu tær fáa sín fyrsta sigur. Og hetta megnaðu tær eisini uttan stórvegis trupulleikar, tí ikki fyrr enn í triðja setti gjørdi Fossánes mótstøðu. Besti leikarin hjá ÍF var Helen á Lakjuni, meðan Lena í Buð royndist best hjá Fossánesi. Klaksvíksingar vunnu á finalistunum Drátti Hóast Dráttur var á odda 2-0 móti Mjølni, so megnaðu føroyameistararnir úr Klaksvík at venda dystinum til egnan fyrimun Flogbóltur Mjølnir - Dráttur 3-2 18-25, 24-26, 25-21, 25-13 15-5 Dráttur byrjaði við sama góða leiki, sum tær vístu í FK-kappingini fyri tveimum vikum síðani, tá tær tryggjaðu sær pláss í steypafinaluni. Við góðum móttøkum, hevingum og góðum smassjum vunnu tær fyrsta settið við Marinu Popovic á odda, sum tann berandi leikarin saman við landsliðleikaranum Helgu Nordendal. Dráttur legði seg trygt á odda og vann settið 25-18. Marina Popovic smasjaði ikki so hart allar bóltarnar, men royndi heldur at sláa hesar soleiðis, at teir vóru til stóran ampa í verjuleikinum hjá Mjølnir, sum ikki rættuliga fekk skil á hesum í báðum teimum fyrstu settunum. Eisini vísti tað seg, at eitt stórt ódekkað øki var mitt á vøllinum hjá Mjølni, sum Dráttur fekk stóra gleði av, og hóast at Margit Joensen av øllum alvi royndi at stríðast fyri at fáa fatur á bóltunum, so eydnaðist hetta ikki. Annað settið vann Dráttu eisini og endaði hetta 26-24, men ein kundi nú merkja, at Mjølnir var við at koma í gongd við sín vælkenda trygga leik. Vend í Í mun til FK-kappingina, hevði Mjølnir nú eisini fingið landsliðsleikaran Tinu Jacobsen við aftur á liðið, og hon var við til at styrkja um álops- og vejuleikin (blokaduna). Í hesum sambandi hevði juvoslavski venjarin eisni valt at nýta Veru Larsen sum libero, og kom hon eisini til sín rætt í triðja setti. Settið gekk javnt á, men Mjølnir hevði alla tíðina yvirvág og førdi við nøkrum stigum. Klaksvíksingarnir leiktu stabilan leik við Margit Joensen á odda, og hetta trýstið kláraðu vágagenturnar ikki at standa ímóti, hóast at tær stríddist manniliga. Mjølnir vann settið 25-21 og rómurin á leikarunum og áskoðarunum var stórur. Slagið vunnið Og nú var einki at gera hjá Drátti longur. Tær fingu allar ein niðurtúr, og komu ongantíð rættuliga fyri seg aftur - ella vóru tær kanska troyttar eisini. Og slíkan møguleika skal ein ikki geva Mjølni, sum aftur fann fram føroyameistaraleikin og vunnu tey bæði næstu settini 25-13 og 15-5. Samanumtikið var hetta ein góður og undirhaldandi dystur, sum var í KÍ høllini leygardagin, við góðum stemningi. Um Dráttur skal vinna á Mjølni í framtíðini, so mugu tær royna at fáa meira breidd í spælið, soleiðis at tað ikki alla tíðina verður leikt uppá Helgu Nordendal ella útlendska leikaran. Men hetta er nakað tær kunnu venja fram til næsta dyst, tí møguleikarnar hava tær. Tryggur sigur í Klaksvík Uppgávan hjá SÍ var ov møtumikil, tá teir sunnudagin vitjaðu í Klaksvík, har FM-favorittarnir tóku ímóti Flogbóltur Mjølnir - SÍ 3-0 25-18, 25-11, 25-8 Sunnudagin var SÍ á vitjan í Klaksvík og ikki kann sigast, at sigurin til Mjølnir nakrantíð var í vanda. SÍ kláraði seg væl seinasta vikuskifti ímóti Fleyr, tá teir vunnu eitt sett, men sunnudagin var annaðleiðis. Mjølnir, sum longu hevur leikt seg í steypafinaluna, vann fyrsta settið 25-18, og í hesum settinum kláraðu sørvingarnir nøkulunda at luttaka á jøvnum føti í leikinum, men síðani broyttist støðan, og tað sást, at teir manglaðu álopsleikaran Jón Nielsen. Niðurtúr Annað settið vann Mjølnir 25-11 og triða settið endaði við stórsigðri til Mjølnir, sum vann 25-7. Tað tóktist sum um SÍ hevði mist vónina at vinna, og tí endaði heilt galið í 2. og 3. setti. Men SÍ kann manna eitt sterkari lið, um allir leikararnir eru klárir, tí um Jón Nielsen og Annfinn Joensen eisini vera við á liðnum, so er álopsparturin í øllum førur á einum hægri støði, enn hann var í Klaksvík, tí hetta eru royndir leikarar, sum kunnu geva øllum verjum trupulleikar. Leikandi venjarin Sune Hansen fær tá eina betri blanding av royndum og ungum leikarum. Tí SÍ hevur góðar og evnaríkarleikarar, sum bert skulu hava sína royndir á hægri støði. Trygvi og John í kapping Á Mjølnirliðnum var eisini ein onnur kapping sunnudagin og hesa vann Trygvi H. Poulsen, sum kláraði at serva 14 servir á rað í triðja setti, meðan John Syderbø bert kláraði 13 servir í øðrum setti. Annars var besti leikari á vøllinum enn einaferð jugoslavin Borko, sum er leikandi venjari hjá Mjølnir. Fram steðgaði Fleyr Lokaluppgerðin í Havn endaði við sigri til Fram, men hóast 3-1 kann tykjast sum tryggur sigur, so var munurin í fleiri av settunum sera lítil Flogbóltur Fram - Fleyr 3 - 1 25-22, 25-21, 24-26, 25-14 Slagið um Havnina endaði við, at Fram vann. Fyrsti dysturin hetta kappingarárið millum feløgini í Havn varð spældur í Eysturskúlanum, har Fram heldur til. Byrjanin Fyrst í dystinum var lítið sum bendi á, at Fram fór at megna at gera nakað við Fleyr. Klæmint Isaksen, sum umframt at venja Fleyr eisini spælir við fór aftur at serva, tá ið støðan var 1-1 í fyrsta setti. Tá ið hann gavst, var støðan 6-1 til Fleyr. Klæmint hevur sera harða hoppservu, og móttøkuleikararnir hjá Fram megnaðu als ikki at fáa bóltin upp og fram til hevaran. Leikararnir í Fleyr høvdu hesa løtuna fullkomið tak á dystinum, men so við og við kom Fram inn í dystin. Fram hevði fleiri álopsmøguleikar, og eisini blokkurin við Suna Pedersen á odda fangaði nógv. Fram vann leiðsluna inn aftur og fór framum. Mistak í uppstillingini førdi tó við sær, at Fram misti leiðsuna. Fram fótaði sær tó aftur eftir hetta, og eftir at hava vunnið fyrsta settið, eydnaðist teimum eisini at vinna næsta settið. Fleyr hevði tá sera stórar trupulleikar, og líkt var til, at Fram skuldi strúka avstað við øllum. Dysturin vendi Støðan hjá Fleyr var nú rættiliga vónleys, men liðið helt á at stríðast. Ungu menninir fullu ikki í fátt, men mannaðu seg upp og gjørdu nógv meira um seg í 3. setti enn í teimum báðum fyrru. Fleyr tók seg væl framum við sera góðum og skjótum spæli. Serliga á miðjuni eydnaðist at snýta blokkin hjá Fram. Hetta settið vendi tó til endans, tí Fram tók leiðsluna innaftur. Enn einaferð var tað Ragnar Petersen, sum var maðurin við skørpu servunum. Hann servaði frá 15-20 til 20-20. Fleyr vann seg fram til settbólt 24-22, men Fram kom aftur upp á javnt. Fleyr fekk við einum góðum blokki aftur møguleikan at avgera settið og hesaferð eydnaðist. Í hesum settinum spældi Fleyr nógv tað besta, teir høvdu gjørt í øllum dystinum, og tað hoyrdist eisini. Teir róptu Fram av vøllinum. Nýtt Framlið 4. sett byrjaði væl hjá Fleyr. Teir vunnu seg nakað framum, men so var eisini liðugt. Í hesum settinum gjørdi Fram greitt, at teir ætla sær at gera um seg í landskappingini. Jens Heri Mortensen, sum spælir kantsmashari í Fram, megnaði at kalla einsamallur at avgera dystin. Fyrst servaði hann í tveimum umførum tilsamans 10 servur. Harafturat avgjørdi hann fleiri álop og var tískil stóri munurin á liðunum. Fram vísti í hesum settinum, at liðið kann spæla sera væl. Fleyr megnaði ikki at standa ímóti. Broytingin í Fleyr er stór, og tað fer at taka tíð áðrenn liðið er samanspælt. Hetta liðið hevur framtíðina fyri sær, og teir fara longu í ár at vera við í stríðnum um heiðursmerkini. At endurvinna gullið verður tó torført hjá teimum. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo TB á odda Hóast tær munnu hava lægsta miðalaldurin í meistaradeildini, so hevur TB lagt seg á odda, nú tvey umfør eru leikt Flogbóltur TB - Fleyr 3 - 1 26-24, 25-21, 24-26, 25-20 TB hevur í ár mist nógv fólk, men tó hevur byrjanin á kappingarárinum roynst sera væl. TB er á odda í meistaradeildini. Liðið hevur vunnið báðar dystirnar, sum hava verið, og her skal verða hugsað um, at yngsti leikarin bara er 14 ár. Gott tak á Fleyr Fleyr fór til Trongisvágs at vinna. Liðið hevði tapt fyrsta dystin, sum var ímóti Drátti. Í tí dystinum var spælið hjá Fleyr ikki gott, og eisini vóru innanhýsis trupulleikar á liðnum. Tað var tí nógv at rætta til henda dystin. Dystirnir millum TB og Fleyr eru ofta javnir, og í Trongisvági hevur TB stak gott tak á Fleyr. Fyrst í hesum dystinum var tað tó Fleyr, ið stóð seg betur. Miriam Thomassen, sum hevur spælt nógv við Drátti, spælir í ár við Fleyr. Hon royndist væl í álopinum og vann nógv. Eisini hevarin hjá Fleyr, Mariann Øster, sum er uppvaksin í TB, spældi væl og dýkti á sínar leikarar. Fleyur var hevði greiða leiðslu í settinum, og átti at vunnið, men TB megnaði tó vinna seg upp aftur. Vónbrotið frá fyrsta settinum merkti eisini havnargenturnar í øðrum settinum, og tær tóktust rættiliga at hav mist flogið, tá TB nú førdi 2-0. Fleyr við aftur Alt sá nú svart út hjá Fleyr. Tó tær viðhvørt høvdu spælt heilt væl, og mestsum einki stóðu aftanfyri TB í spæli, var dysturin um at gleppa teimum fullkomuliga av hondum. Á liðnum hjá Fleyr eru góðir leikarar, sum hava drúgvar royndir, og tí var tað altíð væntandi, at liðið fór at vakna. 3. settið var javnt allan vegin. Liðini fylgdust, og sjáldan var munurin stórur. Bæði liðini vistu, at hetta settið var týdningarmikið, og nakað av fjáltrið var yvir spælinum. TB vildi ikki lata Fleyr sleppa, og settið gjørdist sera spennandi. Fleyr hevði endiliga eydnuna við sær, og tær vunnu akkurát settið, so spenningurin var stórur tá farið varð undir triðja settið. Smágenturnar vunnu Tað vísti seg tó, at vónirnar hjá Fleyr um at venda dystinum vóru ógrundaðar. TB streyk avstað, og brádliga var støðan 20-12. Fleyr gavst tó ikki, men tær megnaðu ikki at vinna alla hesa stóru leiðsluna inn aftur. TB hevur ikki so nógvar spælarar á meistaradeildarliðnum. Tí er neyðugt at brúka leikarar úr ungdómsdeildunum. Til dystin ímóti Fleyr hevði TB leikarar av liðnum gentur 14 ár. Hinar á liðnum hava mestsum allar unglingaaldur, so TB-liðið man vera tað yngsta í meistaradeildini. Tær eru tó á odda, men torført verður hjá teimum at standa seg ímóti Mjølni og Drátti. Hjá Fleyr stendur einki til. Tveir dystir og einki stig. Enn er tó lítið farið av kappingini, og spælið var nógv betur henda dystin enn ímóti Drátti. Enn er langt á mál, og gongdin má vendast, um ikki kappingin skal fara fyri einki longu nú. jakup@sosialurin.fo Atlantic Airways stuðlar Fredriksberg Volley Flogbóltskappingin í Danmark er eisini farin rættuliga í gongd nú og Føroya hava fleiri leikarar í fremstu deildini, sum eitur Elitudeildin. Flogbóltur Frederiksberg Volley, sum hevur landsliðsleikararnar Anniku Joensen, Alvildu Ólavsdóttir og Hjørdis Mortensen á liðnum, hevur leikt tríggjar dystir, harav tær hava vunnið ímóti Randers og Hvidovre og tapt ímóti sterka liðnum Holte. Tad var sum nevnt okkara fyrsti dystur í ár, og vit hava stórar vónir til liðið í ár, so tað kann kanska forklára, at vit hava spælt við nervum hesar báðar dystirnar. Tad sást eisini í seinasta dystinum, men tíbetur eydnaðist tad okkum at hála sigurin heim. Alvilda leikti ein góðan dyst, og tað gekk eisini væl hjá Hjørdis, sigur Annika Joensen í stuttari viðtalu. Sjálv hevur Annika fingið fulla leiktíð báðar dystirnar, men hon heldur tó, at hon enn ikki hevur leikt upp til sítt besta.. Fingið føroyskan stuðul Hjørdis, Alvilda og eg hava fingið Atlantic Airways at stuðla okkum, so nú spæla vit vid lýsing frá teimum á leikbúnanum, sigur Annika. Allar tíggjar hava í umbúna at koma við landsliðnum til Oyggjaleikirnarm, sum vera á Isle Of Man komandi ár. Fleiri leikarar Tað eru tó ikki bara tær tríggjar sum leika í bestu donsku deildini. Gudrid Nolsøe leikar við Fortuna Odense og Juanna S. Joensen leikar við ASV Århuus. Tær báðar hava fyrr leikt við TB. Seinni fara vit at frætta eitt sindur frá teimum. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Javnleikur í Vestmanna Tað var um reppið, at kyndilsmenn máttu taka til takkar við triðja tapinum á rað, men í evstu løtu bjargaðu teir øðrum stiginum Hondbóltur Kyndil-KÍF 23-23 (13-10) Byrjanin hjá besta mansliðnum hjá Kyndli hevur ikki verið nakað at reypa av hetta kappingarárið. Tvey stig úr trimum teimum fyrstu dystunum er ikki nakað, sum sigursvandu havnarmenninir eru vanir við, og ætlanin var uttan iva at betra um úrtøkuna, tá teir leygardagin fóru til Vestmanna. Skerdir Kyndilsliðið var tó nakað skert undan dystinum, tí bæði Regin Petersen og Hans Áki Dal-Christiansen fingu reytt kort móti Neistanum, og máttu tískil sita uttanfyri hendan dystin. Hans Áki fekk annars leikbann í tveir dystir, so hann verður heldur ikki tøkur til komandi dyst. Einki er at taka seg aftur í, at hetta nervaði kyndilsliðið, og serliga tóktist hetta at koma illa við í verjupartinum. Hesin riggaði nevnliga sera illa í stórum pørtum av dystinum, og hetta dugdu kollfirðingar eisini at gera sær dælt av. Serliga var tað leikandi venjarin, sum fekk nyttu burtur úr leysu markeringunum, og var tað ikki fyri ein væl leikandi Jens Skipagøta í málinum, so hevði leiðslan hjá kollfirðingum ivaleyst verið tvísiffrað í hálvleikinum. Nú var hon ikki meira enn trý mál, og hetta eiga kyndilsmenn at vera fegnir um. Ikki tí, Óla Christian stóð eisini væl í KÍF málinum, har tað serliga vóru vengurnir, sum misnýttu opnar møguleikar, men til hetta hoyrir eisini, at skotini frá teimum ikki sótu serliga væl. At tað lá somikið illa fyri hjá Kyndli í síðunum, viðførdi eisini, at KÍF í stóran mun bert hugsaði um at verja fyri mið- og bakspælarunum hjá Kyndli, og hetta eydnaðist eisini sera væl. Bjarni Wardum fekk als ikki tað burturúr, sum hann er vanur við, og Jónleif Sólsker hevði bart sagt ein vánaligan dag. Sophus vendi dystinum Sum nevnt, so var KÍF á odda við trimum málum í stegðinum, og beinan vegin eftir steðgin fóru teir eisini undir at útbyggja hesa. At tað at enda eydnaðist Kyndli at bjarga øðrum stiginum, var serliga einum leikara at takka. Kyndils venjarin, Sophus Dal-Cristiansen, hevur ikki spælt sjálvur seinnu árini, men hesu ferð sá hann sær ongan annan útveg enn sjálvur at fara á vøllin. Í síni tíð mundi hann vera ein av bestu vongspælarunum í landinum, og hann prógvaði eisini leygardagin, at hesi evni enn ikki eru gloymd. Vongspælið hjá Kyndli gjørdist beinan vegin meira ágangandi, eftir at hann kom inn, ogh umframt einsamalla málið, sum hann fekk á dómaraseðlinum, var hann eisini upphavið til eini trý av teimum átta brotskøstunum, sum Kyndil fekk í seinna hálvleiki. Serliga eitt av hesum fekk øði í kollfirðingar, og spurningurin er, um ikki hetta kostaði teimum sigurin. Støðan var tá 22-20 til KÍF, og Kyndil hevði júst fingið ein mann útvístan. Í álopsroynd síni fingu teir tó tillutað brotskast, men hetta vóru teir á heimaliðnum als ikki nøgdur um. Endin var, at tveir av teimum hjá heimaliðnum fingu tveir minuttir á beinkinum, og so kundi Kyndil togað seg upp á javnt. Kollfirðingar fingu tó enn einaferð lagt seg á odda, men í seinastu álopsroynd síni fekk Kyndil aftur tillutað brotskast. Bjarni Wardum mundi vera kaldasti maður í Vestmanna, tá hann skrúvaði bóltin út um málverjan, áðrenn hann stiklaði inn í málið til endaliga javnleikin. Nógv væntar í Sum nevnt í byrjanini, so hevur Kyndil langt í frá fingið nakra ynskisbyrjan, og tað skal eisini nógv broytast, um teir í ár skulu gerast gullkandidatar. Komandi vikuskifti skulu teir inn á Skála at royna seg, og uttan Hans Áka, sum framvegis er leikbannaður, verður hetta ivaleyst ein sera møtumikil uppgáva. Størsti trupulleikin hjá liðnum tykist í løtuni at vera, at teir í alt ov lítlan mun megna at spæla seg ígjøgnum í álopspartinum. Alt ov stórur partur av ábyrgdini fyri málskjóting hongu á herðunum hjá Bjarna, men møguliga verður hetta broytt, tá Regin Petersen aftur er tøkur. Leygardagin hekk verjuparturin heldur ikki nóg væl saman. Møguliga tí teir ikki kundu nýta Hans Áka sum bylgjubrótara. Fara at loypa hvøkk á Avriki hjá KÍF skal tó als ikki forsmáast, tí teir vístu so sanniliga eisini tenn leygardagin. Eftir dystin vóru tað eisini teir, sum høvdu nógv størstu orsøkina at iðra seg, tí so at siga allan dystin høvdu teir tamarhald á støðuni. Leikandi venjarin tykist vera bæði ein góður skjútti og ein frálíkur hondbóltsleikari, sum gevur teimum nógv fleiri streingir í álopspartinum. At Eddie er komin aftur í aftur viðførir eisini, at hóttanin móti mótstøðumálinum gerst nógv størri, og ivaleyst fæst enn meira nytta burtur úr honum, tá Finn Heri aftur verður tøkur á strikuni. Alt hetta ger eisini, at minni ábyrgd liggur á herðunum hjá tvær ferðir Petur Martini og so Jákupi Dam, og hartil verður liðið heldur ikki eins nær tengt at avrikunum hjá Óla Krstiani í málinum. Einasti vansin tykist vera, at enn er orkan ikki nóg góð til at koyra við fullari ferð í samfullar 60 minuttir, men hetta kemur ivaleyst, so hvørt sum árið líður, tað eigur ikki at loypa hvøkk á nakran, um KÍf fer at gera fortreð við fleiri av teimum liðunum, sum framman undan vórðu roknaði fyri favorittar. Dysturin í tølum Málskjúttar: KÍF: Tomic Durica 9(5), Eddie Joensen 4, Petur Martin oulsen 4, Petur Martin Johansen 2, Vagnur Johannesen 2, Jákup Dam 1, Kristian Madsen Kyndil: Bjarni Wardum 10(7), Uni Wardum 5, Jónleif Sólsker 4(2), Rúni Poulsen 3, Sophus Dal-Christiansen 1 Brotskøst: KÍF 6, Kyndil 10 Útvísingar: KÍF 4, Kyndil 2 Dómarar úr H71: Petur Skeel Dahl og Kristian Martin Skála Á skeiðabergi Alt handaslag av ráðstevnum verða hildnar í Norðurlandahúsinum fyri at menna okkum ti lkomandi avbjóðingar Jan Müller Statoil borar í Pegasus í juni Gongst sum ætlað verður uttan iva fyrsti brunnurin á føroyska landgrunninum boraður longu í juni mánað næsta ár tvs. um gott og væl eitt hálvt ár Vit ætla at bora í juni, men endaliga avgerðin fellur í november, tá vit og samstarvsfeløgini skulu hava fund sigur John Inderhaug, stjóri í Statoil og oddamaðurin í oljusamtakinum Statoil, Phillips Petroleum, Veba og Enterprise. Sáttmáli er gjørdur við oljupallfelagið Transocean um leigu av boripallinum Sovereign Explorer, ein gamal kenningur á Atlantsmótinum. Pallurin hevur verið brúktur til at bora nógvar brunnar á djúpum vatni millum Føroyar og Hetland. John Inderhaug upplýsir, at teir fara at bora á 1000 metrar dýpi í einum tertier-prospekti í undirgrundini, sum teir hava valt at kalla Pegasus. Tað er navnið á tí kenda hestinum í griksku mytologiini. Tað er í teiginum 6005/19. Statoilsamtakið hevur bundið seg til at bora tveir brunnar í tí loyvi tað hevur fingið í 1. útbjóðing. Hin brunnurin verður boraður í einum prospekti, sum hevur fingið fiskanavnið Longan. Henda boringin verður tó ikki gjørd fyrr enn feløgini hava savnað saman meira 3D seismikk. Teir ætla at skjóta 3D seismikk í summar og síðani skal hann tulkast. John Inderhaug sigur, at teir umhugsa at fara djúpri niður í undirgrundina í hesi boringini. Tað hevur annars verið rættiliga óvist, um Statoil-bólkurin fór at bora næsta summar. Nú hevur tað so eydnast at fáa ein boripall, og tað broytir helst heilt myndina. Hvussu lovandi - prospektivt - er so Pegasus-prospektið? Vit rokna við, at vit hava relativt góðar møguleikar at finna olju har og vóna at raka við olju longu í 1. boring. Eru vit hepnir, so kann verða talan um fund á stødd við Foinaven og Schiehallion á bretskum øki. Hvat viðvíkur nøvnum á prospektum og keldum, so skilur Sosialurin, at verður olja funnin og talan er um eitt lønandi felt, so fær hetta eitt heilt nýtt navn - til ta tíð. Sokallaða prospektnavnið (tvs. tað økið teir síggja í undirgrundini og sum borað verður í) verður sjáldan heitið á sjálvari oljukelduni. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Ósemja um fundin Landsstýrið ynskti ítøkilig úrslit burtur úr fundinum við Frank Jensen seinnapartin i gjár, men danski løgmálaráðharrin noktaði undan fundinum at gera nakra felags niðurstøðu eftir fundin Eyðun Klakstein Høgni Hoydal og Frank Jensen vóru ósamdir um endamálið við fundinum, tá teir seinnapartin í gjár skuldu sessast við borðið í Tinganesi. Frank Jensen kom til landið fyrrapartin í gjár, og tá hann var komin til Havnar eina ferð eftir døgurða, skuldi hann á fund við Høgna Hoydal, varaløgmann. Fundurin var ætlaður sum fyrireiking til samráðingarnar seinnu í vikuni, men áðrenn fundin vóru partnir ósamdir um, hvat veruliga endamálið við fundinum var. Ítøkilig úrslit Undan fundinum hevur brævaskiftið verið millum Løgmansskrivstovuna og danska løgmálaráðið, og hetta brævaskiftið staðfestir ósemju millum partarnar. Høgni Hoydal segði í bræv til Frank Jensen fríggjadagin, at avtalan, sum landsstýrið og danska stjórnin hava gjørt, leggur upp til, at ítøkilig úrslit skuldu spyrjast burtur úr fundinum í gjár. Og hesa avtaluna ætlaði landsstýrið at halda seg til. Leygardagin svaraði danski løgmálaráðharrin, Frank Jensen, brævinum hjá Høgna Hoydal. Í hesum brævi noktar Frank Jensen fyri at gera eina felags niðurstøðu við starvsfelagan eftir fundin. Sambært Frank Jensen var ætlanin við fundinum í gjár ikki at gera nakra semju, men at lætta um samráðingarfundin hósdagin. Avmarkaðar heimildir Frank Jensen greiddi í brævinum frá, at eingin semja kann gerast um einstøk mál, fyrr enn semja er um øll málini, sum eru við í fullveldissamráðingunum. Tí kann tað ikki koma upp á tal, at vit í sambandi við fundin gera eina felags niðurstøðu, staðfesti danski løgmálaráðharrin í brævinum leygardagin. Í einum tíðindaskrivi fyrrapartin í gjár harmast landsstýrið um, at Frank Jensen hevði fingið avmarkaðar heimildir til fundin við Høgna Hoydal, men landsstýrið ætlaði hóast hetta at royna at fáa ítøkilig úrslit burtur úr fundinum. Samráðingarnar millum Høgna Hoydal og Frank Jensen skuldu eftir ætlan verða lidnar um náttúrðatíð í gjárkvøldið. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Á jólum eru vit tilreiðar Nýggja vaktarskipið, sum varð navngivið leygardagin, er eitt týdningarmikið lið í ætlanunum føroyingar sjálvir skulu røkja alt vaktar- og bjargingar arbeiði í Føroyum Eg haldi, at vit hava fingið eitt gott skip. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumðalum hevði ikki sæð nýggja vaktarskipið Brimil, fyrrenn tað varð navngivið leygardagin. Hann var sera væl nøgdur við tað, hann sá og hann dylir ikki fyri, at hetta var ein stórur dagur í hansara politiska lívi, hóast hann heldur ikki dylir fyri, at tað var John Petersen, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum eigur størstu æruna av, at skipið nú er bygt, tí tað var hann, sum loysti tað úr lagdi og sum fekk tingið at útvega pening til endamálið. Jørgen Niclasen sigur, at tá ið byggingin av Brimli varð fyrireikað, var endamálið at vit skuldu hava eitt skip, sum kundi allar tær uppgávurnar, sum framtíðin fer at krevja, at vit eru før fyri at røkja, bæði í altjóða sjógvi, eins væl og undir Føroyum. Eitt nú krevst av okkum, at vit taka lut í eftirlitinum á altjóða sjógvi Flemis Cap og Irmingarhavinum. Vit skulu sostatt hava eitt skip, sum bæði kann røkja tær stóru uppgávurnar í altjóða sjógvi, men sum eisini kann røkja uppgávurnar undir Føroyum, og heilt undir landi eisini. Og tað er ikki sum at siga tað, tí umframt tey stóru skipini, hava vit eisini væl yvir 1.000 smábátar. Og eitt slíkt skip heldur hann, at vit hava fingið við Brimli. Við hesum skipinum, saman við Tjaldrinum og Spógvanum, eru vit væl fyri at røkja Vaktar og Bjargingartænastuna á sjónum. Til reiðar fyri Jól Men so er ein týdningarmikil uppgáva eftir at loysa, og tað tyrlutænastan. Men tað uppgávuna eru vit komin undir land við at loysa nú. Jørgen Niclasen sigur at eitt uppskot um tyrlutænastuna á landi hevur verið til viðgerðar í samgonguni. Eg haldi, at viðgerðin er komin so langt, at uppskotið um tyrlutænastuna kann verða lagt fyri landsstýrisfund í hesi vikuni og síðani kann tað verða lagt fyri tingið. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur, at uppskotið ber í sær, at Landsstýrið skal keypa hesa tænastuna frá Atlantsflog. Tað vil siga, at tað verður Atlantsflog, sum útvegar sær eina tyrlu afturat, sum landsstýrið so skal leiga til fiskiveiðieftirlit og til bjarging. Jørgen Niclasen sigur, at verður uppskotið samtykt, sum alt bendir á, skuldi tað borið til at Atlantsflog fekk útvega sær eina tyrlu fyri jól. Sostatt skuldu vit tá verið fult til reiðar at átikið okkum vaktarhald og bjarging bæði á sjógvi og landi. Hann sigur, at tey hava kannað, hvør tyrla er best egnað og fyribils niðurstøðan er, at rættast er at útvega eina tyrlu, sum líkist teirri, sum er, men tað er ein serútgjørd bjargingartyrla við nógv størri og sterkari motorum - hon hevur nevniliga tveir motorar, so hon kann flúgva, hóast annar steðgar. Hetta er ein miðalstór tyrla. Hildið verður ikki, at tað er ráðiligt at útvega eina størri tyrlu, tí hón skal eisini kunna flúgva á smápláss, har tað ofta er tronglit at manøvrera, ikki minst í ringum líkindum. Tyrlan, sum tey hava hugt eftir, er trý ár, men hon hevur mest verið brúkt til framsýningar og hevur ikki nógvar flúgvitímar. Jørgen Niclasen sigur, at tá ið alt hetta er komið í rættlag, fer Vaktar og Bjargingrtænastan at kosta tað um 45 milliónir um árið. Men hví brúka allan hendan peningin ístaðin fyri at lata tyrluna hjá donsku sjóverjuni, sum er er kortini, røkja hesa uppgávuna? Danska sjóverjan hevur eina tyrlu, sum kann taka fýra fólk og tað er ikki nógv, um ein heil skipsmanning kemur í vanda. Men tað, sum vit eisini eiga at gera okkum greitt, er, at danska sjóverjutyrlan er verri enn so tøk alt árið, tí hon er bara her ein part av árinum. Hon er ein trygd, tá ið hon er her, men tað er so oftani, at hon ikki er her.Tað, sum vit hava brúk fyri, er ein tryrla, sum er her at veita okkum trygd alt árið. Tað fáa vit bara, um vit taka um endan sjálvir. Og tað haldi eg, at ein siglandi tjóð sum Føroyar eiga at gera. Vónbrotin av dønum Vit spurdu eisini fiskimálaráðharran um hann framvegis heldur tað vera rætt, at vit hava bygt eitt nýtt vaktarskip fyri 95 milliónir, tá ið vit kundu fáa Beskytteren fyri nógv minni. Jørgen Niclasen er fullvísur í, at tað var rætt at byggja. Beskytteren var eitt gamalt skip og hann var sera dýrur í rakstri. Hann var heldur ikki serliga væl egnaður til tær flestu av teimum uppgávum, sum eitt føroyskt vaktar- og bjargingarskip skal røkja. Men vit bjóðaðu okkum at leiga Beskytteren, treytað av, at danska stjórnin gjørdi hann ístan, so at hann lúkaði treytirnar hjá Skipasýninum.Tað ger Beskytteren ikki neyðturvuliga sum er, tí hann er bygdur tildanska herflotan og tey skipini ganga eftir øðrum reglum. Tað vildu danir ikki og við teirri óvissu sum var um prísin, valdu vit heldur at byggja sjálvir. Men Jørgen Niclasen viðgongur tó, at tað er hugstoytt at hoyra, at danir síðani hava latið eitt av Baltalondunum Beskytteren fyri einki og hava harafturat bundið seg til at betala fleiri milliónir at gera hann ístan fyri. Men eg meti framvegis, at vit hava valt ta røttu loysnina, sigur Jørgen Niclasen. Hetta er ein føroysk loysn, sum er nógv betri og bíligari í longdini, enn tað hevði verið at keypt ella leiga Beskytteren. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Tey smáu tekinini siga frá Í Føroyum hava vit allar teir sosialu trupulleikar, sum tey hava í øðrum londum,varð sagt á ársfundinum hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum, sum hildin varð á Runavíkar Sjómansheimi leygardagin Runavík: Bæði formaðurin í barnaverndini í Havn og fyrrverandi skúlatjórin í Runavík søgdu seg kenna aftur tað, danskur sálarfrøðingur greiddi frá um egnar upplivingar við donskum misnýtarabørnum. Rúsdrekka- og narkotikaráðið hevði boðið kliniska sálarføðinginum Lisbeth Rask, sum hevur royndir við barna- og ungdómsarbeiði í Solrød Kommunu sunnan fyri København, at halda fyrilestur á ársfundinum. Evnið var, hvussu vit best kunnu hjálpa børnum, hvørs foreldur eru evnismisnýtarar. Lisbeth Rask segði, at tað er sera umráðandi, at umhvørvið, ið børn hjá misnýtarum, ella onnur børn við sosialum trupulleikum, ferðast í, duga at síggja trupulleikarnar, barnið hevur. Barnið sigur sjálvt frá við sínum atburði. Tað, sum um ræður er, at onnur duga at týða hesi tekin. Úr heiminum er eingin hjálp væntandi, tí misnýtarin sjálvur heldur seg vanliga ikki hava nakran trupulleika. Lisbeth Rask greiddi frá vanligu eyðkennunum, vit síggja hjá børnum hjá misbrúkarum. Alt frá misvøkstri frá føðing, til atferðina hjá størri børnum. Hon tosaði um tey tekin, starvsfólkið á teimum støðum, hesi børnini koma, eiga at leggja merki til. Serliga skúlar, ansingarstovnar og sovorðin støð. Og tað er ógvuliga umráðandi, at tey fólkini, ið børnini koma til við sínum trupulleikum, eru fólk, sum børnini kenna frammanundan og hava álit á. Summi børn senda ógvuliga veik tekin frá sær, og tá er tað serliga umráðandi, at tey vaksnu, sum eru um tey, eru vakin og kenna tey teknini. Barnið verður foreldur Tað lættasta er í grundini at taka nýføðingin, har myndugleikarnir vita, at foreldrini eru misnýtarar. Verri er ofta at fáa samband við tey eldru børnini, sum ofta verja bæði seg sjálv og foreldrini móti umheiminum, hóast støðan er rættiliga vánalig heima. Vanligt er at síggja, at børnini verða foreldur fyri foreldrini. Tey missa tann møguleikan, tey áttu at havt at verið børn. Lisbeth Rask segði, at hesi børnini útvikla serlig evni. Til dømis evnini til at kenna á umhvørvinum, hvussu støðan er í dag. Hvussu lagið er á teimum gomlu heima, og hvat tey skulu gera sjálv ella helst ikki gera. Harðskapur er vanligur í slíkum umhvørvi. Tað er rættiliga tyngjandi fyri børnini, at tey liva undir slíkum umstøðum. Men ikki minni tyngjandi er, at eingin leggur merki til, hvussu tey hava tað. Tí tey duga minst líka væl sum tey vaksnu at goyma teir trupulleikar, tey hava. Tey vilja ikki siga frá í skúlanum til dømis. Tí skúlin er líkasum eitt frístað, tey hava, har tey sleppa undan, at nakar veit um støðuna og sostatt hava tey frí frá hesum trupulleikanum, segði Lisbeth Rask. Alt eftir aldrinum á barninum, eru nógv tekin, sum ein skal leggja merki til, segði Lisbeth Rask. Tey kunnu til dømis knappliga finna upp á bara at rýma úr skúlanum. Vinir tora tey ikki at fáa sær, tí tað ber jú ikki til at hava børn heim við, tá ein aldrig veit, hvussu út sær heima. Tey vita jú aldrin, hvussu støðan er heima. Kanska liggur mamman deyð, tá tey koma heim. Verjumekaniskurnar, tey útvikla, gera, at tey hava ongan sans fyri at loysa trupulleikan. Tey hava tað upp á sama máta sum tey eldru. Billa sær inn og trúgva, at har er eingin trupulleiki, og tí einki at tosa um. Tá hesi børnini koma til myndugleikar, so sum sálarfrøðing, lækna ella tílíkt, vísir tað seg, at tey, sum hava mót til at viðganga trupulleikarnar, eru tey, sum klára seg best, Men tey gera tað ikki, fyrr enn tey fáa loyvi frá foreldrunum at viðganga trupulleikan. Tað vil siga í teimum førum, har foreldrini sjálv viðganga trupulleikan. Eitt annað, børnini vanliga biða um, er at sleppa undan ábyrgdini av teimum vaksnu. At sleppa at vera barn. Men tað hjálpir einki, um børnini koma við sínum trupulleikum, um eingir professiolnellir møguleikar eru fyri at hjálpa teimum, sigur Lisbeth Rask. Tað er ógvuliga umráðandi, at bæði fólk og høli eru til taks, til at hjálpa hesum børnunum. Tað er alt avgerandi, at hesi børnini verða tikin í álvara, og at tey kenna seg trygg við teimum fólkum og umstøðum, sum skulu hjálpa teimum. Tað er lívsavgerandi fyri barnið, at tað kemur fram um tørvin hjá tí vaksna. Tað er lívshættisligt, um málsviðgerin tekur tørvin hjá foreldrunum fram um barnið. Til dømis forðar fyri, at barnið verður tikið frá foreldrunum við teirri grundgeving, at so fara foreldrini í hundarnar. Um tað hendir, verður tað altíð barnið, sum rindar tann høga prísin. Hava somu trupulleikar her Teir trupulleikar, sum Lisbeth Rask greiddi frá, eru ikki bara at finna í Danmark, segði Beate L. Samuelsen, formaður í Barnaverndini hjá Tórshavnar Kommunu. Júst somu trupulleikar eru at finna í Havn, segði hon. Ofta er her talan um rúsdrekkatrupulleikar, meðan tað í Danmark ofta eisini eru aðrir rúsevnistrupulleikar. Møguleikarnir eru oftaa til staðar fyri at fanga trupulleikarnar, áðrenn barnið er føtt. Til dømis tá myndugleikararnir vita, at tann, sum er við barn, hevur rúsevnistrupulleikar. Tá verður ofta arbeitt saman við jarðarmóður og seinni heilsusystrum, segði hon. Tað er ikki so øgiliga ringt at finna fram til tey børn, sum hava trupulleikar heima, segði Beate L. Samuelsen. Tað sæst væl í til dømis skúlanum, har næminanrir eru illa fyri. Tað kann vera so ymiskt, sum leggjast kann merki til. Ofta fær barnaverndin fráboðan frá skúlanum, og so er bara at handla beinanveg. Barnaverndin møtir upp og avger so, hvussu farast skal víðari fram. Tað kann í ringasta føri enda við, at barnið verður tikið heimanífrá, og flutt til betri og tryggari umstøður. Tað veri seg familju ella á Barnaheimið. Hon greiddi frá dømum, har barnaverndin fekk fráboðan um barn, sum gekk í náttklæðum úti á gøtuni og leitaði eftir mammuni á miðari nátt. Slíkum barni verður fylgt við, og tað verður ikki slept uttan víðari. Ikki er óvanligt, segði Beate, at hesi børnini, barnaverndin hevur samband við sum smá, koma aftur, tá tey eru vorðin eldri. So kann ein tosa um slagið ella sosiala arvin. Men veruleikin er, at tey ganga aftur, segði hon. Beate L. Samuelsen, helt, at tað er stórur munur á umstøðunum í dag, og tá hon kom í barnaverndina fyri 16 árum síðan. Til dømis eru fólk nógv kvikari at boða frá í dag. Bæði egnum trupulleikum og trupulleikunum hjá øðrum. Trupulleikin er størri, og málini eru tyngri, enn tey vóru fyrr. Men ein grund tykist vera, at fólk eru meira >>uppmerksom<< í dag enn fyrr at síggja trupulleikarnar. Netverkið altavgerandi Tað er av ógvuliga stórum týdningin, at netverkið rundan um persónarnar við trupulleikum virkar, segði Arne Ludvig, fyrrverandi skúlastjóri, sum umrøddi málið við atliti at skúlans sjónarhorni. Arne Ludvig, sum hevur sitið í barnavernd í nógv ár, segði, at hann kundi vátta tað, Lisbeth Rask segði. Hann kendi eyðkennini í ólukku mát. Hevði sjálvur arbeitt bæði í Danmark og Føroyum. Hann vísti á, at í umleið helvtini av teimum førum, har kynslig misnýtsla av børnum var ávíst, hevði rúsdrekka verið uppií. Í hansara føri var at siga, at í kommununi, hann hevur arbeitt í, eru fá dømi um vanrøkt børn. Hann metti tað var tí, at netverkið rundan um borgararnar í kommununi var so mikið gott, at her varð trupulleikin loftaður beinanveg, og fekk tí ikki loyvi at útvikla seg so grelt, sum kent er aðrastaðni frá. Hann hevði upplivað, at børnini vóru likamliga forsømd orsakað av misnýtslu heima. Børnini eru komin bæði svong og skitin í skúla. Her hevur skúlin tikið sær av børnum, sum sjónliga hava verið forsømd. Tað er upplagt, segði Arne Ludvig, at eitt barn, sum kemur skitið í skúla og luktar, verður happað. Og so er aftur galið við innlæringini, so alt gongur illa. Hinvegin hevur skúlin ikki orku til at fara inn í heimið at loysa teir trupulleikar, barnið har hevur. Men tað, sum hevur við undirvísing at gera, kann skúlin taka sær av. Tað kann tó koma so vítt, at skúlin kennir seg noyddan til at siga øðrum myndugleikum frá, so eitt nú barnaverndin kemur uppí. Tó er tað bert einaferð í hansara 35 ára starvstíð sum skúlastjóri hent, at barn er tikið heimanífrá. Og har var broytingin total, segði Arne Ludvig. Barnið broyttist fullkomuliga og varð seinni rættiliga vælvirkandi persónur í samfelagnum. Hann eftirlýsti betri ráðgeving til skúlan og lærararnar.Og hann helt, at samfelagið átti at gjørt fleiri íløgur at hjálpt teimum, sum hava eitt misbrúk. Men tað er ringt, segði hann, tí misnýtarin er ógvuliga ringur at hava við at gera. Hann er ofta tann einasti, sum ikki heldur seg hava trupulleikar av misnýtslu. Tað, sum er mestsum altavgerandi, er at tað persónliga netverkið rundan um tann, sum hevur trupulleikan, virkar, segðI Arne Ludvig og legði aftrat: >>Væl eru dømini her hjá okkum bara nøkur heilt fá. Men tey heilt fáu eru nøkur heilt fá ov nógv.<< Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Krøvini til nýggja skipið eru stór Tað var ein trupul uppgáva at byggja nýggja vaktarskipið Eg haldi, at vit hava fingið eitt gott skip. Ein av teimum, sum hevur verið í projektbólkinum, sum hevur fyrireikað nýggja vaktarskipið, er Kristin Rasmussen. Men hann sigur, at var ein trupul uppgáva at fáa Brimil at lúka øll tey krøvini, sum vóru sett til tað nýggja skipið. Hann sigur, at eitt, sum hevur gjørt uppgávuna so trupla, er at skipið skuldi vera so fjølbroytt og skuldi lúka so nógvar uppgávur. Vit eru eitt lítið land, so tað er neyðugt at hava eitt ógvuliga fjølbroytt skip. Tað, vit hava fingið, er í veruleikanum fýra skip í einum. Vit hava fingið eitt vaktarskip, eitt bjargingarskip, eitt skúlaskip og eitt havumhvørvisskip. Og tað hevur ikki bara verið sum at siga tað, at fáa allar hasar funktiónirnar bygdar inn í sama skip, tí tað setir rætiliga stór krøv. Skúlaskipið skal hava skúlastovu, uppihaldsrúm, koyggjur til 16 næmingar. Havumhvørvisskipið skal kunna taka olju upp - og tá er viðhvørt vandi fyri spreingingum. Vaktarskipið skal kunna halda vakt og bjargingarskipið skal kunna standa fyri bjargingum, undir nógvum ymsum umstøðum, bæði á víðum havi og tætt undir landi og tað skal eisini kunna taka lut í leiting eftir fólki á landi. Kristin Rasmussen sigur, at skipið er m.a. útgjørt við infrareyðum hitasøkjarum, sum kann finna, sum flýtur í sjónum, ella fólk á landi, sum eitt nú, eru dottin oman. Somuleiðis er skipið útgjørt við sterkum projektørum. Tað skal eisini kunna taka lut í uppkláringum aftaná at vanlukkur eru hendar, tvs. at tað skal kunna taka upp aftaná vanlukkur. Tað er eisini hugsað um, at skipið skal kunna seta veðurmátarar, eitt nú aldumátarar og aðrar mátarar út. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Annelena var gumma Á norsku skipasmiðjuni eru tey errin av at hava bygt eitt skip sum Brimil Tað var Annelena Niclasen, kona Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharra, sum fekk heiðurin av at doypa nýggja vaktarskipið. Og tað gjørdi hon við hesum orðum: Sum láturverja sterk Útinn títt verk Um Atlantshavs bylgjur Tú sjófólki fylgir Fyri landi tú verji skal vera Navnið Brimil skal bera Brimil er góðar 63 metrar langur, góðar 12 metrar breiður, hann hevur tveir motorar, uppá tilsamans 5.400 hestar og teir kunnu geva honum eina ferð upp á yvir 17 míl. Somuleiðis er støddin og útgerðin soleiðis, at tað er væl hóskandi at arbeiða undir landi við. Brimil er væl útgjørdur við kranum og spølum og hann sleipar yvir 160 tons. Av serligari útgerð hann hevur, kann nevnast, at umframt høvuðsskrúvuna, hevur hann tvær síðuskrúvur, harav tann eina er ein azimut skrúva, tað er ein skrúva, sum kann vendast ymsar vegir. Hetta ger, at tað ber til at leggja bátin púra stillan, tá ið tað krevst og við einum joystikki ber tað so til at flyta hann spakuliga hagar og hagar og tað verður mett at vera eitt sera stort framstig afturímóti Tjaldrinum. Umframt útgerðina, sum skipið hevur, vóru føroysku reiðararnir ógvuliga hugtiknir av, hvussu gott handverk skipið er. Men hetta er eisini fyrsta skipið, sum Myklebust Mekaniske Værksted hevur bygt til Føroyar og á norsku skipasmiðjuni duldu tey ikki fyri, at teir høvdu havt ein serligan tokka til Brim og høvdu gjørt sær rættiliga stóran ómak fyri at vísa, hvør dugur er í teimum. Hetta er eitt skip, sum vit eru ógvuliga errin av at hava bygt, segði ein av oddamonnunum á norsku skipasmiðjuni. Umboðini fyri føroysku eigararnar fegnaðust eisini um samstarvið við norsku skipasmiðjuna og í fleiri førum er skipasmiðjan komin við betri loysnum, enn føroyingar høvdu kravt. Hetta sæst aftur í, at alt skipið er avbera snotiligt og snøgt og ikki minst eru umstøðurnar hjá manningunum sera góðar. Men vegna trætu imillum teir, sum skulu manna nýggja skipið fíggjarmálastýrið um løn mátti Brimil sigla framvísingartúr undir norskum flaggi og við norskari manning. Brimil hevur kostað 95 milliónir at byggja. Jan Müller Agip letur upp skrivstovu Italska oljufelagið Agip, sum hevur fingið leitloyvi í Føroyum, fer í næstum at lata upp skrivstovu í Havn. Hetta verður helst í november. Felagið, sum hevur bundið seg til at bora ein brunn í loyvinum tað hevur fingið saman við føroyska felagnum Føroya Kolvetni, fer ikki at bora fyrr enn í ár 2002 sigur Ron Lansdell, ið er settur sum stjóri fyri leitingini í føroyskum øki. Teir fara tí at bíða við at seta fleiri fólk á skrivstovuni fyrr enn tað nærkast tíðini, tá teir fara at bora. Kortini verður brúk fyri fólki á skrivstovuni og verður í hesum sambandi søkt eftir fólki júst í hesum døgum. Agip hevur royndir at bora á djúpum vatni fleiri staðni í heiminum og metir tað ikki sum nakran trupulleika at fáa fatur á einum boripalli til ta tíð. Nú oljufeløgini siga frá, nær og hvar tey fara at bora, hevur Agip gjørt av at kalla sítt prospekt, tvs. øki í undirgrundini, sum teir fara at seta borin í, fyri "Marimas". Ron Lansdell vil einki siga um, antin teir eru í samráðingum við onnur oljufelag, sum kunnu hugsa sær at vera við í samtakinum, sum Agip er operatørur fyri. Hvat viðvíkur oljuútgerðarhavnini so metir Agip tað vera mest umráðandi at velja eina havn, sum hóskar best til tekniska og logistiska tørvin hjá felagnum og sum búskaparliga er tað skilabesta valið. Jan Müller Føroyskt vinnulív skal vera við Okkara endamál við ráðstevnuni er at gera útlendsku luttakarunum greitt ella minna teir á, hvørjar treytirnar eru. Føroysk vinna er áhugað í at fáa at vita, hvussu feløgini ætla at liva upp til hesar treytir sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum Í dag letur upp stóra oljuráðstevnan í Norðurlandahúsinum, sum Vinnuhúsið og Stepfansons Hús skipa fyri. Vit spurdu Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, hvussu tað ber til, at teir hava tikið stig til hesa ráðstevnuna. Hann vísir á, at eftir at hugskotið til at skipa eina slíka ráðstevnu í Føroyum kom fram frá fleiri síðum tók Oljubólkurin hjá Arbeiðsgevarafelagnum hetta til sín og gjørdi av at gera hugskotið til veruliga - í samstarvi við Stephanson Hús, sum tekur sær av tí praktiska. Oljubólkurin, sum hann her sipar til, varð stovnaður í 1996. Valdir vórðu 10 persónar umboðandi ymsar partar av vinnuni og sum hava virksemi, ið náttúrliga hevur við eina oljuvinnu at gera. Formaður í bólkinum er Magni Arge, stjóri í Atlantsflog. Endamálið við ráðstevnuni var at seta ljóskastaran á, hvat kemur at henda, nú leiting stendur fyri framman og at fáa oljufeløgini "út úr buskinum" tvs. at siga, hvat tey ætla, soleiðis at føroysk vinna kann verða kunnað so skjótt tilber. -Tað er tó ikki fyrr enn 17. november, at oljufeløgini skulu lata sínar neyvu arbeiðsætlanir til Oljumálastýrið, men vit hava roknað við, at eitt stað áðrenn tað hava tey gjørt sær greitt, hvat tey ætla sigur Jan Mortensen, sum vísir á, at nettupp tí varð stevnan løgd nú. Føroysk vinna við Ætlanin er at fáa fyristøðufeløgini at greiða frá, hvat tey ætla og hvussu tey hvør í sínum lagi vilja lúka tær loyvistreytir, sum eru settar. Og har fyrireikarnir av ráðstevnuni hava serligan áhuga í at vita, hvussu feløgini koma at liva upp til vinnutreytirnar, har tað verður sagt, at føroysk vinna skal takast við í so stóran mun sum gjørligt. Okkara endamál við ráðstevnuni er at gera útlendsku luttakarunum greitt ella minna teir á, hvørjar treytirnar eru. Føroysk vinna er áhugað í at fáa at vita, hvussu feløgini ætla at liva upp til hesar treytir sigur Jan Mortensen. Uppá fyrispurning um møguleiki ikki er fyri, at føroyingar kunnu koma at krevja ov nógv av útlendsku oljufeløgunum enn rímuligt er sigur Jan Mortensen, at alt hetta kann tykjast rúgvusmikið, men hyggur man eftir, hvat er gjørt í Noregi og aðrastaðni, so eru okkara krøv og treytir ikki øðrvísi enn tað onnur hava gjørt. Tað oljufeløgini skulu gera tekur útgangsstøði í okkara samfelag. Tað er okkara landgrunnur feløgini skulu bora í. Tað eru meira enn 30 ár síðani, at oljuvinnan tók seg upp í Norðsjónum, og vit hava eina oljuvinnu rundan um okkum við nógvum feløgum, sum eru kompetent til at loysa uppgávur. Um vit ikki góvu okkum sjálvum nakrar fyrimunir, so hevði tað verið sera trupult hjá okkum at komið inn í hesa fyri okkum nýggju vinnu. Blástemplan at vera við Men man tað fyri oljufeløgini í mongum førum ikki kennast sum at fara yvir um ánna eftir vatni og at skula uppfinna hjólið av nýggjum, tá tey skulu til at brúka nýggjar veitarar, sum als ikki hava arbeitt í hesi vinnu áður? Í summum føri vil tað hjá teimum vera at fara yvir um ánna eftir vatni. Men hjá okkum vil tað vera ein møguleiki at koma inn í eina heilt nýggja vinnugrein, sum gevur okkara vinnu altjóða royndir og gevur møguleika at fáa referansir, sum kunnu brúkast í øðrum høpi. Man kann fara út aftur og átaka sær aðrar uppgávur, tá ein kann vísa á, at eins virki hevur arbeitt fyri eitt oljufelag. Tú hevur verið við í eini oljuleiting. Tað er ein blástemplan. Vil tú harvið siga, at útlendsku feløgini mugu læra seg at liva við, at tað verður kanska dýrari at brúka føroyskt vinnulív enn teir veitarar tey eru von at brúka aðrastaðni og sum hava drúgvar royndir? Í lógini stendur, at tað verður eisini hugt eftir kappingarføri, so tað er ikki fyri einhvønn prís. Líka mikið hvørja tænastu tú letur, so er tað mest umráðandi, at hon er í lagi. Men samtíðis verður løgd áherðsla á, at tey skulu brúka føroyskt vinnulív, og feløgini verða eisini vigað út frá tí. Tað verður tí ein avvegan, sum oljufeløgini mugu gera. Men kann føroyskt vinnulív ikki liva upp til tey kvalitetskrøv, sum eru í hesi vinnu, hava oljufeløgini tá ikki sín fulla rætt til at taka av tilboðum úr útlandinum? Vit mugu síggja tað soleiðis, at í eini yvirgangstíð vil tað eisini verða tikin hædd fyri slíkum. Hinvegin má føroyskt vinnulív innan eina tíð hava fingið kvalitetssikring uppá pláss og annars liva upp til tey krøv, sum oljufeløgini seta. Men man skal so heldur ikki stara seg blindan uppá hetta. Latið okkum royna krøvini. Hvør sigur, at tað er so ógvusligt, sum tað ljóðar. Oljumálastýrið fylgir við Metir tú nakran vanda vera fyri, at oljufeløgini seta so hørð krøv, at føroysk virki als ikki hava nakran møguleika? Jú, men tey skulu javnan avrapportera til Oljumálastýrið, so har ber til hjá Oljumálastýrinum at fylgja við, hvussu gongur og hvussu feløgini fyrihalda seg yvir fyri føroyskum vinnulívi. Jan Mortensen vísir annars á, at tað er Oljumálastýrið, sum hevur sett treytirnar, og tí er tað eisini tess uppgáva at fylgja hesum upp. -Men vit vóna og vita eisini, at Oljumálastýrið koyrir hetta í tøttum samstarvi við vinnuna. Sjálvur telist Jan Mortensen millum teirra, sum halda, at tað var rætt av tinginum at seta í lógina, at alt, sum hevur tilknýti til komandi oljuleiting, skal yvir føroyskan keikant og flogvøll. Vit høvdu havt færri kort á hondini, um tað ikki var við í lógini. Tá lógin varð gjørd vóru krepputíðir, og tí varð kravið sera skilligt. Í dag er nærum fult arbeiði, men skulu vit koma upp í part, so er tað eitt krav, sum ikki er órímuligt. Formaðurin í Vinnuhúsinum heldur, at tað er eisini týdningarmikið fyri oljufeløgini, at føroyska samfelagið og vinnan fáa ein týðandi leiklut í komandi oljutilgongdini. Hann heldur, at oljufeløgini eiga at líta at gongdini í alivinnuni. -Vit síggja frá alivinnuni í øðrum londum, at hon gevur trupulleikar, tí fólki dámar hana ikki, har stórir hyljar liggja inni á firðunum. Í Føroyum hevur eingin nakað ímóti alivinnu, har hyljarnir eru. Tí fólk vita, at hesir skapa arbeiði. Verður føroyska vinnan væl involverað í oljuvinnuni, so kann vera at altjóða oljufeløgini fáa goodwill og uppbakking í samfelagnum, sum kann koma teimum sera væl við í framtíðini. Og vónandi verður talan um ein útvikling, sum fer at halda fram í mong mong ár. Jan Müller Velja oljuhavn á handilsligum grundarlag Hóast tað eru tey, sum enn ivast í í hvussu stóran mun oljufeløgini fara at brúka føroyskar vørur og tænastur í sambandi við komandi oljuleiting sigur John Inderhaug, stjóri í Statoil, at hetta er ein spurningur teir viðgera við størsta álvarsemi Men kjarnin í hesum er at royna at taka føroysku virkini við inn í gongdina so tíðliga tilber ta løtuna tú hevur tikið avgerðina um at bora. Soleiðis at fyritøkurnar skulu hava møguleika at fyrireika seg nakað. John Inderhaug viðgongur, at "det er vældig kort tid", um avgerð verður tikin í november um at bora í juni. Um slag av tænastum talan verður um, so verður tað mest flutningur og tænastur, sum hava tilknýti til eina oljuúterðarhavn. Síðani er tað eisini spurningurin um, í hvussu stóran mun føroyskar fyritøkur kunnu veita specialtænastur. Ein spurningur, sum hevur verið rættiliga nógv frammi í orðaskiftinum í Føroyum, er málið um oljuútgerðarhavnina. John Inderhaug sigur, at valið av "oljubasa" má byggja á handilsligt (forretningsmæssigt) grundarlag. Hetta er í hvussu er støðan hjá Statoil. Og í tí sambandi er møguleiki fyri, at øll fyristøðufeløgini (operatørarnir) gera eitt samstarv, har tey á handilsligum grundarlag taka av tí eftir teirra tykki besta tilboðnum. Sosialurin skilur, at fundir hava verið millum feløgini um m. a. eitt slíkt samstarv, men eingin avgerð er tikin enn. Tað vanliga í slíkum føri er fyrst ein prekvalifisering eftirfylgd av eini útboðsrundu. Tvs. at ávikavist Sund, Runavík og Drelnes mugu koma við hvør sínum tilboði til útgerðarvirksemi í sambandi við leitingina, áðrenn oljufeløgini taka avgerðina. John Inderhaug sigur, at tað í dag er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um, hvat pláss í Føroyum er best egnað til eina komandi oljuútgerðarhavn. Fyri at kunna svara tí mást tú bæði hava eina prekvalifisering og eina útboðsrundu. Stutt tíð men klára tað Stjórin í Statoil viðgongur, at "det blir et vældig tæt løb" fyri at fáa hesi tingini uppá pláss, nú bert gott og væl eitt hálvt ár er til teir skulu bora. Men hann roknar við, at teir klára at fáa bæði eina prekvalifisering og eina útboðsrundu til ta tíð. Hetta treytar tó eisini eitt sera gott samstarv við myndugleikarnar, nakað, sum hann ikki ivast í ber til. John Inderhaug vil ikki sjálvur her og nú geva nakað boð uppá, hvat pláss hann heldur vera best egnað til oljuútgerðarhavn. Hann váttar tó, at í sambandi við Oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum í hesum døgum koma fólk frá Statoil til Føroya fyri m.a. at hyggja at basaumstøðunum. Uppá fyrispurning um tað verða føroyingar umborð á Sovereign Explorer, tá teir fara at bora um einar 8 mánaðir, sigur John Inderhaug, at tað vilja teir í hvussu er royna, men tað veldst so aftur um, um tað finst kvalifiserað fólk til hetta arbeiðið. Teir leggja dent á at fáa føroyska vinnulívið við í tað arbeiðið, sum skal gerast í sambandi við komandi boring. John Inderhaug sigur, at so skjótt teir hava fingið grønt ljós frá ovastu leiðsluni at áseta boridagin í næsta ár, og tað verður helst í næsta mánað, so fara teir at taka upp dialog við vinnuna í Føroyum fyri at vita, hvørjar uppgávur hon kann átaka sær. Statoil, sum skal taka sær av boringini, er við at fáa fast undir fótum í Føroyum og hevur søkt eftir skrivtovuhøli og íbúðum. Tá borivirksemið nærkast fara tey at verða eini 10 fólk á skrivstovuni, føroyingar og útlendingar. Statoilstjórin veit ikki í løtuni, hvørji størv føroyingar kunnu hugsast at átaka sær. Nýtt samstarv í føroysku oljuvinnuni Tíðindaskriv P/F Eimskip í Føroyum og SBS Logistics Ltd gera samstarvsavtalu Eitt samstarv millum tvær fyritøkur við drúgvum royndum innan logistik kemur at styrkja fyrireikingarnar til eina komandi oljuvinnu í Føroyum. Ráðstevnan Offshore 2000, ið verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 24-25 okt., er vald til forum fyri kunning um samstarvsavtaluna millum P/F Eimskip í Føroyum og SBS Logistics Ltd. SBS hevur sín uppruna í Hetlandi og byrjaði virksemi sítt um tað mundið, tá oljuvinnan veruliga tók dik á seg har. `I dag er høvuðsskrivstovan í Aberdeen. SBS hevur bjóðað heildar flutningsloysnir í nógv ár. Tað hava serliga verið oljuútgerðarhavnir í Norðsjónum, ið hava fingið ágóðan av teirra tænastum. Tó má leggjast afturat, at SBS er eitt felag, ið upp gjøgnum tíðirnar hevur havt eitt tætt samstarv við fiskivinnuna í Hetlandi. SBS Logistics Ltd hevur virksemi og skrivstovur í Hetlandi, Peterhead, Edzell og ikki minni enn tríggjar skrivstovur í Aberdeen. Nógvu árini sum veitari av tænastum til størstu olju- og gassfyritøkurnar í heiminum hava givið SBS Logistics eina servitan um flutningstørvin hjá oljufeløgum. Eimskip hinvegin hevur øllum kunnugt bjóðað heildar flutningsloysnir í Føroyum síðan 1990 og siglir í dag á høvuðshavnir í Evropa, Skandinávia, USA og Kanada umframt til Íslands. Í dag arbeiða 30 starvsfólk hjá P/F Eimskip í Føroyum. Tænasturnar fevna bæði um lossing og landing av skipum, vørugoymslu, flutning innanlands í Føroyum, flogfrakt og sjálvandi sjófrakt. Tvey nýggj og tøkniliga framkomin skip eru nú sett í sigling, og hevur hetta við sær skjótari ferð og enn tryggari flutning. Saman kunnu Eimskip og SBS tí útvikla eitt spennandi samstarv - Eimskip við síni vitan um føroysk viðurskifti og royndum í vinnulívinum her heima og SBS við síni servitan um logistikloysnir til oljuvinnuna. Harafturat hava hesar fyritøkur skrivstovur og virksemi á støðum av alstórum týdningi fyri oljuvinnuna. Lokalt og globalt rennur saman í eitt. P/F Eimskip í Føroyum og SBS Logistics Ltd hava eisini gjørt avtalu um upplæring av starvsfólki. Flutningur av vitan og royndum millum starvsfólk úti og heima verður tí ein avgerandi táttur fyri, at samstarvið skal virka til fulnar. Ikki kann sigast annað enn, at SBS Logistics Ltd og P/F Eimskip í Føroyum hava valt røttu løtuna til at byrja eitt tílíkt samstarv, ið væntandi verður av stórum týdningi fyri oljuvinnuna her á landi. Stjórin á SBS Logistics Ltd, Keith Fletcher, hevur gjørt sínar viðmerkingar til samstarvið: "Vit eru sera væl nøgd við at hava fingið eitt samstarv í lag við eitt føroyskt felag, sum stendur so høgt í metum hjá okkum. Hvørja nyttu oljuvinnan fær av hesum samstarvi, er mær púra greitt - okkara samstarv er í løtuni besta loysnin á marknaðinum." Spurd, hví Eimskip júst hevur valt at samstarva við SBS, sigur stjórin á P/F Eimskip í Føroyum, Linda B. Gunnlaugsdóttir: "SBS byrjaði í Hetlandi, og tí hava tey vitan um oljuvinnu í einum oyggjasamfelag, ið hevur bæði fiski- og oljuvinnu sum høvuðsvinnur. Við hesum samstarvi kunnu vit veita ta bestu tænastuna til oljufyritøkurnar í Føroyum." Eirikur Lindenskov - Eirikur@sosialurin.fo Oluffu í Gongini til minnis Í dag verður Oluffa Jensen - betur kend sum Luffa í Gongini - borin úr Havnar Kirkju. Luffa andaðist brádliga hóskvøldið, 88 ára gomul, og við henni hvørvur tað gamla ættarliðið á Reyni, tí Luffa er hin seinasta av teimum gomlu, sum er fødd, uppvaksin og sum hevur búð í gamla býlinginum í Havnini so at siga ævina alla. Kom at kenna Luffu fyri tólv árum síðani, tá vit gjørdust grannar í Gongini. Tá høvdu Luffa og maðurin, Harald, bæði blómuhandilin í Knútsstovu og gamla grønthandilin í Dandastovu. Luffa fór til Danmarkar, har hon giftist Haraldi. Tey búsettust í Keypmannahavn og fingu børnini Eivind, Tove og Honnu. Tey vóru niðri undir krígnum, men fluttu til Føroya eftir kríggið. Ætlanin var ikki, at tey skuldu flyta heim, tá tey komu í 1946, hevur Luffa greitt frá. Tey vóru heima og ferðaðust, og meðan tey vóru her, sigldi Tjaldrið á Mjóvanes og sakk. Tí var eingin fartur niðuraftur, so tey máttu bíða. Tey búleikaðust tá í barnaheiminum hjá Luffu, undir Kletti, og Harald, sum var málari, fór at arbeiða. Honum dámdi so væl í Føroyum, at tey vórðu verandi. - Eg tímdi ikki at vera her. Tað var Harald, sum treivst so væl her, hevur Luffa so ofta greitt frá. Harald doyði í 1991. Tað var tað blíða, lætta og fyrikomandi lyndið, sum eyðkendi Luffu. Humorin hevði hon góðan, og tað var fragd at lurta, tí hon hevði so nógv at greiða frá, og sum vera man visti hon nógv at siga um gomlu Havnina og fólkini, ið har búðu. Hon greiddi m. a. frá, at hon var við til at lata Blákolluna - kioskina, sum fyri kortum lat aftur - upp fyrst í tríatiárunum, haldi hon segði í 33. Hon greiddi mær eisini frá stórhendingini, tá fyrsti bilurin kom til landið í 1922. Hann kom við DFDS-skipinum Island. Nágreiniliga mintist hon, hvussu bilurin var fergaður í land við prámi - og fingin upp á land á Kongabrúnni. Annar av teimum, ið átti bilin, var systkinabarn hennara, Hannis Olsen. Tað stuttliga hendan maidagin í 1922 helt hon kortini vera, at eingin dugdi at koyra bilin, sum tí varð skumpaður niðan í Smiðjuna hjá Wenzeli í Quillingsgarði. Tíð er nakað snedigt nakað, plagdi Luffa at siga, tá hon greiddi frá, og so legði hon skemtandi afturat, at hon var vorðin alt ov gomul til at liva. Tað verður saknur, nú slóknað er undir lonini í Baianstovu. Friður veri við minninum um Oluffu Jensen. Eirikur Lindenskov ODDAGREIN: Vinna og mentan Ikki meira enn hevur seinasti luttakarin á fiskivinnutinginum í Norðurlandahúsinum latið dyrnar aftur eftir seg, verða somu dyr latnar upp aftur fyri luttakarunum á stórari oljuráðstevnu. Hetta hús, sum fyrst og fremst er ætlað at hýsa mentanarligum tiltøkum, er í oktober karmur um tvey áhugaverd vinnulig tiltøk - fiskivinnuna, sum roynir at betra um flutningsmøguleikarnar fyri at økja um útflutningsvirðið á okkara fiski - og oljuvinnuna, sum stendur á gáttini og vil gerast partur av framtíðar føroyska samfelagnum. Tað er vert at geva júst hesum gætur, at tað er eitt mentanarhús, sum er við til at eggja vinnufólki til at bróta upp úr nýggjum og leita nýggjar leiðir fyri at tryggja Føroyum inntøkumøguleikar. Hetta við vinnu og mentan er so eisini tað, sum ein av høvundunum í serblaðnum, sum Sosialurin gevur út í dag, nemur við. Og høvundin er eingin annar enn stjórin í sama mentanarhúsi. Helga Hjørvar rakar seymin á høvdið, tá hon tengir saman vinnu og mentan og vísir á, hvussu hesi bæði kunnu byggja brúgv til eitt betri og sterkari samfelag, hvussu vinnulívið kann stuðla undir mentanini og øvugt. Hvussu hesi bæði sum tvær týðandi súlur undir samfelagnum kunnu birta uppundir støðuga menning. Vinna og mentan = vinnumenning. Ráðstevnan í Norðurlandahúsinum í dag og í morgin kann fyri mong sýnast sum eitt vanligt tiltak, sum nakað, sum kemur og fer. Hon er tó nakað meira. Tí hon setir ljóskastaran á føroyskt vinnulív í einum nýggjum høpi, nevniliga hvussu fyritøkur í Føroyum kunnu gearast til at luttaka í eini nýggjari altjóða vinnu sum oljuvinnan er tað. Tað er eftir okkara tykki bæði rætt og skilagott at stíla fyri slíkari ráðstevnu júst nú, soleiðis at tey feløg, sum hava fingið tillutað loyvi at bora á landgrunninum, vísa málinum um føroyska luttøku størsta álvarsemi. Men tað hevur eisini alstóran týdning, at somu oljufeløg gera føroyskum vinnulívi greitt, hvørji krøv tað má liva upp til fyri at kunna gerast veitari til hesa vinnu. Ein ráðstevna kann vera við til lata upp fyri einum dialogi. Vit hava brúk fyri oljufeløgunum, og tey skulu eisini hava brúk fyri okkum. Partur av teirra virksemi er, heldur enn at gera tað torført og ómøguligt, at stuðla uppundir okkara vinnulív, soleiðis at tað kann liva upp til nýggju avbjóðingarnar, sum oljuvinnan setir. Skal talan vera um eina "win to win" støðu, so mugu oljufeløgini eisini gera sítt til fyri at fáa føroyska vinnulívið við í menningina. Men tað krevur so aftur av vinnulívinum, at tað ger eitt dygdargott arbeiði. Henning Nicodemussen DONG áhugað í alternativum orkukeldum í Føroyum Danska olju- og gassfyritøkan er nú av álvara farin at vísa alternativum orkukeldum ans. Og nú felagið er við í oljuleiting við Føroyar heldur tekniski stjórin í felagnum, Hans Rasmusen, at tað kundi verið áhugvert at verið við til at útvegað Føroyum aðrar orkuhættir enn teir verandi Jan Müller Danska oljufelagið DONG ynskir at víðka sítt virksemi í Føroyum innan fyri karmarnar av The Faroes Partnership. Hetta ger tekniski stjórin í felagnum, Hans Rasmusen greitt, nú umboð fyri eitt nú SEV hava verið á vitjan hjá fyritøkuni. Hans Rasmusen, sum sjálvur fleiri ferðir hevur verið í Føroyum í sambandi við fyrireikingarnar til komandi oljuleiting dylur ikki fyri, at hóast Dong er ein olju- og gassfyritøka, so satsa teir eisini uppá aðrar orkukeldur eitt nú vindorku og mikroorku, tvs. orkuveiting í breiðari týdningi, nakað, sum er náttúrligt at hyggja nærri at í sambandi við, hvussu føroyingar í dag fáa orku til vega. Nú DONG hevur fingið annan fótin fastan í Føroyum sum partur av The Faroes Partnership-bólkinum, vil fyritøkan eisini vera við til at stuðla og hjálpa føroyingum við at menna aðrar orkuskipanir. Og her er Hans Rasmusen ein teirra, sum hevur meiningar um, hvussu framtíðar føroyska orkuskipanin kundi verið útbygd. Hans Rasmusen heldur tað vera heilt náttúrligt, nú Dong er í Føroyum, at føroyingar eisini fara at hyggja eftir øðrum orkuhættum, sum eitt nú Dong arbeiðir við. Hann heldur vatnorkuna vera eitt sera gott aktiv, men heldur eisini, at tað áttu at verið aðrir mátar at framleitt elorku enn við vanligu dieselorkuni. Eitt nú kundi vindorkan verið kappingarfør - ella mikroorkuútbúnaður, sum hann heldur kundi verið áhugaverdur at roynt í Føroyum. Slík anlegg kundu egnað seg væl til bygdirnar í Føroyum, og kundu verið sera hent, tá trupulleikar eru við verandi neti. Umboð fyri SEV vóru til steðar, tá DONG herfyri tók tað fyrsta sokallaða mikroorkuanleggið í brúk. Mikroorkuhiti snýr seg um at generera el í sera smáum elverkum t.d. 50-100 kw eindum, bygdar upp rundan um smáar gassturbinur, sum verða riknar við gassolju. Tær nýtast ikki koyra á nátúrgass, men kunnu eisini koyra uppá fløskugass. Henda útgerðin er sera løtt at seta upp og at seta til netið. Man kann so byggja fleiri eindir við síðuna av hvørjum øðrum, um brúk er fyri meira. Mikroorkuverkini eru løtt at brúka til at avlasta netið og sum eykastreymveiting til eina streymveitingarskipan. Tey kunnu eisini koyra uttan at fólk skulu passa tey. Í løtuni koyra fleiri av hesum anleggum sum ein roynd. Men innan næstu árini roknar man við, at tey verða at fáa á marknaðinum. Man kann ímynda sær slík anlegg sum eyka ella sum suppleringshiti í eini lítlari føroyskari bygd t.d. í sambandi við upphitan til ellisheim frá eitt nú spillhitanum. Vindorka átti at verið eitt øki, sum kundi verið áhugavert fyri Føroyar, hóast tað eru trupulleikar við netskipanini. Men tað at nógvur vindur er í Føroyum, og at diesel er dýrt, átti at gjørt tað lættari at gjørt vind lønandi. Hetta er tað man sær í øðrum økjum, t.d. oyggjum eitt grikska oyggjahavinum, har vindorka verður meira og meira áhugaverd. Í Danmark ætlar Dong at vera við í eini ætlan at gera eina vindmylnupark til havs. Dong hevur í umbúnað at gera íløgur í vindorku uppá eina hálva milliard í fyrstu atløgu. Sum skilst er hetta m.a. fyri at kompensera fyri tey tap, sum fyritøkan verður fyri í sambandi við liberaliseringina av gassmarknaðinum. Hans Rasmusen heldur ikki hetta er nøkur loysn í Føroyum, tí nóg nógvur vindur er á landi. Gass framtíðin Hyggja vit út í framtíðina, so síggja vit, at nýtslan av koli til orkuframleiðslu hevur toppað og er við at venda. Oljan er undir uppbygging men okkurt bendir á, at stóri vøksturin liggur í nátúrgassi. Tvs. at sum frálíðir so verður tørvurin á oljuni minni og tørvurin á gassi størri. Hans Rasmusen heldur tað eisini kann vera áhugavert, um gass verður funnið við Føroyar, tí eftirspurningurin eftir gassi fer at vaksa í framtíðini. Tað merkir tó ikki, at man fer at brúka minni olju og kol, men bara at vøksturin ikki verður tann sami sum fyrr. So kann ein spyrja seg sjálvan, hvussu leingi fer hetta at vera áhugavert. Mong feløg i orkubransjuni eru farin at vísa brintorkuni áhuga. Vit vita væl, hvussu man kann gera brint úr nátúrgassi, men tað skulu finnast aðrir hættir at gera tað uppá. Men tað koma at henda gjøgnumbrot, sum fara at broyta myndina sigur Hans Rasmusen, sum leggur aftrat, at tá nýggir orkuhættir koma fram, so detta aðrir niðurfyri. Hann vísir á, at fleiri av oljufeløgunum vísa viðvarandi orkukeldum størri og størri ans. Eitt nú fara brennisellur í bilum at fáa stóran týdning. Tær eru m.a. betri fyri umhvørvið. Hans Rasmusen heldur, at tað fer at henda nógv á orkuøkinum, sum vit als ikki hava ímyndað okkum. - Eg hoyrdi ein amerikanara siga, at um allir amerikanskir bilar koyrdu við brennisellum og framleiddu el, so vildi man havt eina eleffekt, sum var fimm ferðir so stór sum øll elorkan, ið amerikonsku orkuverkini framleiða. Tvs at bert 20% av amerikonsku bilunum kundu verið settir til netið og dekkað alt elbrúkið í USA. Brúk fyri olju Hans Rasmusen sigur, at tað framvegis fer at vera brúk fyri olju. Sum tað sær út nú er her eisini góður marknaður. Men vit vita, at tað kemur nakað ístaðin fyri, tá oljan er uppi. Og her kann væl blíva talan um viðvarandi orku. Greenpeace koyrir við herferðini No new oil. Hans Rasmusen heldur ikki, at man letur upp fyri einum orkuhátti við at stongja aðrar úti. Vit mugu alla tíðina hugsa um, at tað eru verandi orkuhættur, sum skulu fíggja menningina av teimum nýggju. Tann dag teir nýggju vísa seg at verða kappingarførir, betri og minni dálkandi enn teir gomlu, taka teir við. Henning Nicodemussen Danska DONG sær stórar møguleikar Hóast tað ikki telist millum oljurisarnar og hevur virksemi nógva staðni í heiminum, heldur danska DONG Føroyar verða eitt av teimum økjunum, sum tað er vert at gera íløgur í Jan Müller Holger Lavesen eitur hann. Maðurin, sum onga løtu ivast í, at Føroyar verða eitt av komandi arbeiðsøkjunum hjá Dong. Hann hevur arbeitt hjá Dong síðani 1983. Í dag er hann fyrisitingarligur stjóri í fyritøkuni og hevur hann tí eisini høvuðsábyrgdina av arbeiðinum hjá Dong í Føroyum. Hann hevur vitjað í Føroyum nakrar ferðir og ætlar sær at fylgja væl við komandi leiting. Hann vil eisini fegin vera hjástæddur, tá bólkurin, ið Dong er saman við, The Faroes Partnership, kann siga Føroya fólki, at teir hava rakt við olju í undirgrundini. Dong funnið olju Dong er alment partafelag. Danski staturin eigur fyritøkuna, sum í høvuðsheitum virkar í gassvinnuni tvs. hon stendur ma. fyri flutninginum av gassi til donsk húsarhald. Men sohvørt fyritøkan hevur ment seg er hon eisini sjálv farin undir at leita eftir olju umframt at vera partur í samtøkum, sum longu útvinna olju á danska landgrunninum. Herfyri kundi stjórin fyri leitingini hjá Dong, Søren Gath Hansen errin boða sínum arbeiðsgevara, statinum og danska fólkinum frá, at Dong hevði rakt við olju í danska partinum av Norðsjónum. Eftir at hava gjørt nakrar boringar við leitipallinum Ensco 70 í Niniøkinum 240 kilometrar vestan fyri Esbjerg varð rakt við olju á einum øki, har olja ikki er funnin áður. Staðið er eisini tað, sum liggur næst Danmark, tá hugsað verður um gjørd oljufund. Hetta fundið hevur alstóran týdning fyri Dong, tí hetta er ein sveinaroynd. Nú verður lættari hjá Dong at blíva operatørur í øðrum økjum sigur Søren Gath Hansen, leitistjóri við Sosialin. Enn er ov tíðliga at siga, um hetta fyrsta fundið hjá Dong sum operatøri er stórt nokk til at byggja út til veruliga framleiðslu. Tað er tí heldur einki at siga til, at Holger Lavesen, stjóri er fegin, nú Dong fyri fyrstu ferð sjálvt hevur megnað at finna olju. Og hann kann tí heldur ikki lata vera við at vísa til komandi leiting við Føroyar. - Vit hava sera góðar vónir til føroyska økið. Hetta byggja vit ikki minst á fundini hinumegin markið. Dong er sera væl nøgt við lisensin teir hava fingið við Føroyar. Teir trúgva, at her eru møguleikar at finna olju. Teir søktu uppá eitt breiðari øki men eru nøgdir við tað teir hava fingið. Uppá fyrispurning nær ein møgulig framleiðsla kann byrja við Føroyar gitar Holger Lavesen, at tað verður um eini 3 til 5 ár. Holger Lavesen heldur tað hevði verið skilagott, um tað bar til, at oljufeløgini skiftust um at brúka ein boripall, so alt virksemi ikki kemur samstundis. Tað hevði verið tað besta fyri Føroyar, um borivirksemi varð spjatt yvir eitt ávíst tíðarskeið. Tí vónar hann, at feløgini kunnu leiga ein boripall saman. Hann hevur annars bert gott at siga um samstarvið við føroyskar myndugleikar. Mærsk Olie og Gas Meðan hitt stóra danska oljufelagið, Mærsk Olie og Gas arbeiðir nógva staðni úti í heimi, so er Dong enn bert virkið innan fyri Ríkisfelagsskapin, tvs. í danska partinum av Norðsjónum, í Grønlandi og í Føroyum. Felagið royndi seg í Litauen nøkur ár herfyri men tók seg aftur. Holger Lavesen sigur, at teir fyribils fara at halda seg innan fyri ríkið men teir hyggja so eisini út um ríkismark. Dong hevur í dag eitt sera gott samarbeiði við Amerada Hess í Danmark. Holger Lavesen dámar sera væl at arbeiða undir Amerada Hess sum operatøri, tí felagið tekur samstarvsfeløgini við í sjálvt arbeiðið. Tí kenna teir seg eisini væl at vera í bólki saman við Amerada Hess í Føroyum. Hann heldur tað var spell, at Norsk Hydro fór úr bólkinum, men British Gas, sum er komið ístaðin, er eisini eitt sera seriøst og gott oljufelag at arbeiða saman við. Holger Lavesen sigur, at møguleiki er fyri, at teir sum bólkur eisini fara at søkja um lisens í bretskum øki saman við Amerada Hess, ið er við í fleiri teigum har, og tí hevur rættiliga nógvar royndir at byggja á. Bretska økið er eisini partur av samstarvinum millum feløgini í bólkinum. Spurningurin er bara, nær bretar fara at lata upp fyri 19. umfarinum, sum eftir ætlanini skal fevna um leiðirnar á Atlantsmótinum. Holger Lavesen vil ikki gera viðmerkingar til, hví hitt danska oljfelagið Mærsk Olie og Gas ikki er við í Føroyum. Hann ásannar tó, at tað hevði verið hugaligt við tveimum donskum feløgum á Føroyaøkinum. Men tá Mærsk ikki hevur valt at vera við í hesum umfarinum, má tað vera tí, at teir hava orsøkir til tað. Føroyskt Dong? Vit spurdu stjóran í Dong, sum í dag er 100% ogn hjá danska statinum, um ikki føroyingar eisini áttu at brúkt sama modell við einum almennum føroyskum Dong? Hann er ikki serliga fegin um at svara tí spurninginum, tí, sum hann málber seg, tað eru føroysku politikararnir, sum mugu gera hetta av. Men er tað ikki eitt gott tiltak í Danmark umframt at hava eitt privat oljufelag sum Mærsk Olie og Gas eisini at hava eitt alment oljufelag sum Dong? Um tað er eitt gott ella vánligt hugskot! Man kann í hvussu er siga, at tað virkar væl. Men eg vil treyðugt siga, hvørja skipan føroyingar skulu hava. Eg kann bert siga, at skipanin í Danmark við Dong hevur sera stóra politiska undirtøku. Henning Nicodemussen Skálamaður fær royndir í norsku oljuvinnuni Í fýra ár hevur hann starvast sum verkfrøðingur á høvuðsstøðini hjá Statoil í Stavanger. Hann fylgir væl við gongdini í Føroyum og heldur, at føroyingar eiga at gera sítt til at fáa sum mest burtur úr komandi oljuni, eitt nú við at hava møguleika at fáa inn alment føroyskt oljufelag í øll komandi oljufelt Jan Müller Í dag arbeiða nógvir føroyingar í oljuvinnuni í øðrum londum. Ein teirra er 37 ára gamli Pætur Danielsen av Skála. Sosialurin hitti hann á føroyska básinum á altjóða oljumessuni í Stavanger í heyst. Pætur hevur starvast hjá Statoil í fýra ár, og honum dámar sera væl hetta arbeiðið. Hann fylgir eisini gongdini í Føroyum við stórum spenningi. Á føroyska básinum hevði hann eisini høvi til at hitta vinir og kenningar og at tosa um oljuvinnuspurningar. Pætur tók prógv sum teknikum verkfrøðingur í 1990. Torført var at fáa arbeiði í Danmark um tað mundið, og hann fór tí til Føroyar, har hann eitt skifti arbeiddi á Skála Skipasmiðju. Árið eftir fór hann aftur til Danmarkar, hesaferð at lesa til sivilverkfrøðing. Tað vildi so væl til, at hann við síðuna av lesnaðinum hevði arbeiði hjá DSB. Tá hann var liðugur at lesa í 1996 datt hann fram á lýsing í bløðunum frá Statoilbólkinum, sum beyð fýra føroyingum á skúla í Bretlandi. Statoilbólkurin kallaður AMG, var tá rættiliga úti um seg fyri at fáa føroyingar at vísa oljuvinnuni ans. Og hevur verið tað fram til dagin í dag. Pætur var til samrøðu og varð hann annar av tveimum føroyingum, sum fingu stipendiat. Ístaðin fyri at senda teir til Bretlands vórðu teir sendir til Noregs, har Pætur kom at arbeiða hjá Statoil. Tað eru nú fýra ár síðani hann fór til Statoil at arbeiða og hava hetta verið nøkur sera lærurík ár. Skálamaðurin hevur bygt sær upp eina vitan og royndir, sum kunnu vera góð ballast, um og tá hann einaferð fer at finna sær arbeiði heima í Føroyum. Seinastu árini hevur hann arbeitt á høvuðsskrivstovuni hjá Statoil í Forus í Stavanger, haðani hann saman við øðrum dugnaligum verkfrøðingum hevur havt ábyrgdina av framleiðsluni á Statfjordfeltinum. Hin føroyingurin, sum byrjaði stutt aftaná hjá Statoil, Jógvan Hugo úr Klaksvík hevur eisini arbeitt við Statfjordfeltinum, men er nú fluttur til at taka sær av einum øðrum felti, sum Statoil er farið undir at byggja út. Tað er Huldrafeltið, sum varð funnið seinast í 70-unum. Spennandi tíð Pætur Danielsen dylur ikki fyri, at hann er sera spentur um gongdina í Føroyum. Hann hevur onga ætlan um her og nú at fara til Føroya at arbeiða, men tað liggur tó frammaliga í tonkunum. Hinvegin heldur hann tað hevur stóran týdning at hava fingið royndir og vitan aðrastaðni, áðrenn man leggur leiðina heim. Tað er annars stórur tørvur á verkfrøðingum júst í eini leitiskeiði. Jarðfrøðingarnir hava nú lagt arbeiðið til rættis til verkfrøðingarnar at taka yvir í sjálvari borifasuni. Pætur sigur, at nógvir føroyingar eru útlærdir nettupp á hesum økinum. Uppá fyrispurning hvat hann heldur um komandi føroysku oljutilgongdina sigur Pætur Danielsen, at hetta er sjálvandi ein spennandi tíð. Hann telist millum teirra, sum halda, at tað skulu setast strong krøv til oljufeløgini, soleiðis at Føroyar fáa so nógv burtur úr sum gjørligt. Hinvegin má ein heldur ikki gera krøvini so strong, at eingin áhugi er fyri at leita. Pætur hevur fylgt við orðaskiftinum í Føroyum um alment oljufelag. Hann vísir til gongdina í Noregi og heldur, at verður olja funnin, so eiga føroyingar at hava sítt egna almenna oljufelag. Tí á tann hátt tryggjar tú tær ikki bara skatt frá oljuríkidøminum, tá er tú medeigari í hvørjum felti og fær harvið beinleiðis vinning burtur úr øllum keldunum, sum verða funnan og fara undir framleiðslu. Umhvørvi týðandi partur Tað var eftir at olja var funnin í Noregi, at norski staturin fór inn sum partur av øllum loyvum, soleiðis at staturin í dag fær bæði skatt burtur úr og eigarapart í tí parti staturin hevur í hvørjum øki - í mun til í Føroyum, sum støðan er nú við 1. útbjóðing - har Føroyar bara fáa lut í skattingini. Pætur heldur tað verða rætt, at føroyski landskassin kann fáa lut í teimum virðum, sum eitt loyvi ber í sær umframt at fáa lut í tí vitan, sum troytan av hesum loyvum gevur. Hann vísir á, at tað kann jú vera, at tey størstu virðini verða funnin nú beinanvegin. Men fyri tað sigur eingin, at Føroyar skulu inn við einum almennum oljufelag frá byrjan. Man kundi gjørt sum norðmenn og sagt, at man treytar sær rætt til at revurdera støðuna eftir nøkrum árum. Hann vísir í hesum sambandi á, at Huldrafeltið í Noregi varð funnið í 1979 men ikki fyrr enn nú fer man at byggja tað út. Pætur Danielsen heldur annars, at oljuvinnan er kærkomin hjá føroyingum, soleiðis at samfelagið hevur fleiri bein at standa á. Men hann ávarar um, at vit ikki gloyma fiskivinnuna, sum er og verður okkara høvuðsvinna. Eisini heldur hann, at vit føroyingar eiga at raðfesta heilsu, umhvørvi og trygd høgt. Ikki mist umhvørvið, sum er so týðandi partur av grundarlagnum undir øllum lívi í Føroyum. Henning Nicodemussen Norska Veritas veitari til føroyska oljuvinnu Det Norske Veritas Føroyska samfelagið hevur altíð livað av og heystað av teimum virðum, sum náttúran hevur givið okkum - á landi, men fyrst og fremst á sjónum. Ígjøgnum fleiri ættarlið hevur føroyingurin livað við og av tí sum náttúran gav okkum í samanspæli við einum viðbreknum umhvørvi. Nú tá fyrstu loyvini til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum eru givin, er tað av avgerandi týdningi fyri komandi virksemi, at tær royndir føroyska samfelagið sjálvt hevur, og tær royndir sum grannalond okkara hava ognað sær við bæði leiting og framleiðslu av kolvetnum vera brúktar. Det Norske Veritas (DNV) er kent fyri sínar royndir og innsats - serliga í Norðsjónum - við at menna ymiskar háttir sum skulu tryggja umhvørvi. Saman við norskum myndugleikum hevur DNV lagt til rættis, hvussu bæði oljufeløg og myndugleikar skulu gera eina neyva metan av vandunum sum standast við leiting eftir kolvetnum og hvørja ávirkan frálandavinnan hevur á umhvørvi. Oljeindustriens Landsforening í Noregi, sum er ein felagsskapur av millum øðrum oljufeløgum, borifeløgum og subsea operatørum, hevur útviklað ein viðurkendan hátt fyri umhvørvisvanda-analysu. Í hesum útviklingi hevði DNV ein týðandi leiklut. Hóast tað altíð má miðast ímóti heilt at sleppa undan oljulekum tá borað og framleitt verður, og sjálvt um tað í tí meira enn 30 ára gomlu norsku kolvetnissøguni ikki hevur verið nøkur ólukka sum hevur ført við sær oljudálking á landi, eru útrokningar og modellir av oljuspjaðing sjálvsagt neyðugar, fyri at minka um møguligar lekar. Hvussu nógvur oljutilbúnaður skal vera tøkur? Hvar skal tilbúnaðurin vera fyri at gera skaðan av einum møguligum leka so lítlan sum tilber? DNV er ein leiðandi stovnur, eisini langt uttanfyri Norðsjógvin, í at gera modelering av oljudálking, gera drivbanaútrokningar og meta um ávirkan á umhvørvi og vandar í samband við leitingarvirksemi, útbyggingar og annað virksemi, og vil kunna vera Føroyskum myndugleikum til hjálpar við einastandandi kunnleika og amboðum. Alex Buvik sum starvast í Oljufyrisitingini er fegin um samarbeiði við DNV: DNV hevur givið Oljufyrisitingini ráðgevandi stuðul í sambandi við at gera uppskot til og seta á stovn Kunngerðir og analysur av havanleggum og teirra virksemi. Hesar kunngerðir og analysur samsvara krøvunum í DNV reglunum. DNV hevur havt egna skrivstovu í Tórshavn síðan 1968. Í dag starvast á skrivstovuni fimm fólk, og høvuðsuppgávan er at sýna skip. Íalt eru sjey føroyingar við verkfrøðiligari útbúgving í starvi hjá DNV, 3 í Føroyum, 2 í Danmark, 1 í Singapore og 1 í Houston. Eg eri stoltur av at leiða skrivstovuna í Tórshavn, við starvsfólkum sum hava góðan førleika, sigur Andrass Joensen. Samstundis veit eg, at eg kann gera brúk av teimum drúgvu royndunum sum DNV hevur og av førleikanum hjá starvsfólkunum á meira enn 300 skrivstovum hjá DNV í meira enn 100 øðrum londum. Henning Nicodemussen Almennu Føroyar eiga at stýra oljuvinnuni Tað er týdningarmikið, at føroyska samfelagið í síni heild fyriheldur seg til komandi kolvetnisvirksemið. At tað avvegar virksemi á landi við oljuídnað á havinum. Latið ikki vanligar vinnur, sum eru sprotnar úr náttúrunnar og fólksins rútmu gjøgnum nógv árhundrað - boyggja seg fyri eini nógv sterkari vinnu, sum jú er tíðaravmarkað sigur Jan Hagland, upplýsingarstjóri í norska Oljudirektoratinum Jan Müller Hvussu gjørdist Noreg oljutjóð og hvussu hevur landið ment seg síðani fyrsta oljan varð funnin! Hvørji mistøk eru gjørd, sum føroyingar kunnu læra av? Eitt føroyskt Statoil og nógv annað er tað vit hava tosað við eitt av teimum kendu andlitunum í norsku oljuvinnuni, Jan Hagland, fyrrverandi jounalistur og í dag kunningarstjóri í Oljudirektoratinum, um. Vit hittu hann á altjóða oljumessuni í Stavanger í august. Maritim traditión Jan Hagland vísir á, at menningin av Olju-Noregi í veruleikanum er ein longjan av eini langari norskari maritimari ídnaðartraditión. - Tað er einaferð sagt: >>Skuldu menniskjuni búgva við strondina, máttu tey fyrst læra havið at kenna<<. Hetta kann sigast bæði um Føroyar og Noreg. Havið hevur í árhundrað verið ein sera týðandi búskaparlig ressursa fyri vælstandin í Noregi. Við olju- og gassvirkseminum kenna vit havið betri enn nakrantíð, og havið sum búskaparlig resursa er týdningarmiklari enn nakrantíð fyrr. Jan Hagland endurgevur Jac Worm Müller, professara fyri at hava sagt: >>Det går tre hovedspor i norsk historie: Plogfåra, skisporet og kjølvannsstripen. Det går en linje fra Gogstadskipet - Vikingatidens første skarpseiler - til dagens oljeinstallasjoner i Nordsjøen og Norskehavet. De forutsetter godt håndværk - og godt sjømanskap.<< Í so máta var Noreg væl fyrireikað til oljuøldina sigur Jan Hagland og heldur fram: - Tað verður sagt, at oljutøknin kom við útlendingunum. Jú, byrjanin var útlendsk: leitipallurin >>Ocean Traveler<<, >>første utsending<< frá oljuverðini uttanfyri - kom úr Meksikanska flógvanum til Stavanger í mai 1966 og byrjaði at bora í juli. Um somu tíð lá ein systurpallur á beding í Noregi, og sum varð bygdur - tað verður sagt við 150 norskum modifikatiónum - grundað á norskan maritiman ídnað, kompetansu og royndir frá boringunum við >>Ocean Traveler<< á sumri og heysti 1966. Hesin boripallur varð doyptur >>Ocean Viking<<. Tað var hann, ið skuldi klára leitiuppgávurnar í Norðsjónum, sum fekk heitið: >>Heimsins veðurharðasta leitiøki fyri olju og gass.<< Ocean Viking varð meira handsmíðaður til uppgávuna og fann somuleiðis Ekofisk-feltið á Tollaksmessu í 1969 - ta sonevndu jólagávuna til Noreg. Norska umhvørvið hevði sett síni fingramerki á oljusøguna longu tá vísir Jan Hagland á. Tað, sum síðani er hent, bæði viðvíkjandi fundum og tøkniligari menning, er meira enn íbúgvararnir kundu droymt um: Eftir 10 árum - frá desember 1969 til desember 1979 -- vóru allir teir stóru, teir sokallaðu gigantarnir funnir: Ekofisk, Frigg (gass), Statfjord, Gullfaks, Oseberg, Snorre og loksins Troll (olja og gass), sum skal framleiða gass til Europa í 70 ár ella enn longur. Jan Hagland, sum dugir norsku oljusøguna uttanat og tí eisini brúkar nógva tíð til at greiða skúlanæmingum o.ø. frá henni, sigur víðari, at so hvørt eru hesi feltini vorðin bygd út við støðugari størri norskari luttøku - við norskari teknologi, stig fyri stig og á størri og størri dýpi. Frá Ekofisk á 70 metrum til Ormen Lange á 900 metra dýpi úti í Norskahavinum. - Høvdu hesi feltini ikki verið goymd av havinum, hevði Noreg kunnað víst tey fram sum nøkur av heimsins størstu tøkniligum undurverkum sigur Jan Hagland og vísir her til ferðavinnuna. 2600 brunnar Higartil eru boraðir 2600 brunnar á norska landgrunninum (leiti- og framleiðslubrunnar) ella tilsamans 9219 brunnkilometrar. (Diameturin á jørðini er 12.740 kilometrar. Bert eitt óhapp hevur verið í framleiðsluni (Bravo 1977) og eitt í leititíðarskeiðinum (Haltenbanken 1985). Hetta heldur Jan Hagland er ein góð leiti- og borisøga, handverk og sjómanskapur. Í dag eru 60 felt í framleiðslu. 130 (smá og meðalstór) standa í bankanum. 30 av teimum verða útbygd næstu 10 árini og 50 aftrat uppá longri sikt. Oljudirektoratið metir, at Noreg hevur bert framleitt umleið ein fimtapart av samlaðu kolvetnisgoymslunum higartil - og at oljuframleiðslan fer at halda sær í 40 ár aftrat - meðan gassið fer at vara í kanska 90 til 100 ár. Jan Hagland sigur víðari, at hyggja vit at leitingini og eisini framleiðsluni, so hevur gingið væl á norska landgrunninum. Bygt er upp eitt trygt politiskt og fakligt fundament fyri eini tilfeingisfyrisiting, sum skal fáa oljuna og gassið at vara - ikki bert til dagsins íbúgvar - men eisini fyri framtíðar ættarlið, soleiðis sum okkara pragmatiska og jarðbundna Stórting orðaði tað í byrjanini av oljuøldini. Harafturat hevur man megnað at byggja upp eina trygdar- og arbeiðsumhvørvisfyrisiting, sum raðfestir atlitið til menniskju og havumhvørvi hægst. Kortini dylur Jan Hagland ikki fyri, at virksemi á landgrunninum hevur kravt mannalív. >>Sokkelen er sårbar - som det moderne samfunn selv. Det må vi aldri glemme<< leggur hann aftrat. Oljupengarnir Hvat kunnu Føroyar læra? Vit spurdu Jan Hagland, hvørji mistøk eru gjørd, sum eitt nú Føroyar kunnu læra av? Her vil eg tríva beinleiðis í verandi politiska orðaskiftið í Noregi: brúkið av oljupengum, brúkið av okkara oljugrunni. Tjóðin stendur spjødd - sum ein avleiðing av teimum risastóru oljuinntøkunum, sum Noreg hevur í løtuni. Endamálið við Oljugrunninum er at umgera eina kolvetnisformuu til eina fíggjarliga formuu fyri harvið at tryggja vælferðarstatin eisini aftaná olju- og gassøldina. Tað syrgiliga er, at hetta hendir í eini tíð, har tað traditionella og trygga gerandis-Noreg er við at fara sundur: vánaligt heilsustøði, bíðirøðir til sjúkrahús, vánalig undirvísingartilboð og ikki minst um somu tíð: hægstu bensinprísirnir í Europa. Tí kemur kravið um at brúka oljupengarnar nú. Noreg er í einum høgrapopulistiskum taki og langt frá tí >>Olju-demokratii<<, sum Stórtingsmeldingin nr. 25 1973-74 royndi at byggja út: >>Et kvalitativt bedre Norge<<. Henda Stórtingsmelding átti at verið fólkalesnaður í øllum londum, sum finna olju og gass í síni undirgrund - fyri mest møguligt at tryggja, at oljan ikki bara verður uppfatað sum peningur og vald aleina. Jan Hagland sigur seg ikki vita, um hetta kanska er tað týdningarmesta, sum Føroyar kunnu læra av Noregi: Henda risastóra búskaparliga og pedagogiska avbjóðingin (umframt skilagóða ressurs-, trygdar- og arbeiðsumhvørvis-umsitan við denti á menniskju, náttúru og umhvørvi) - at forklára, at oljupengar eru eins og aðrir pengar: teir hoyra framtíðini til - sum ein grundrenta til at byggja landið víðari við. At duga at hand-fara oljupengar Háland royndi at byggja upp vælferðarstatin við inntøkum frá Groningengassinum í 70-unum. Búskapurin í Saudi Arabia er í fríum falli eftir øgiliga búskaparvøksturin í kjalarvørrinum á oljupríshækkingunum í 1973. Tað eru nóg mikið av dømum. Men vilja vit lurta? Ella er oljunnar magi ov stór spyr Jan Hagland? Tað verður spennandi um enn nakað sárt at fylgja Noregi út av (møguliga enn djúpri inn í) hesum vælferðar - politiska dilemma. Hetta lagnuval fyri ættarliðini, sum koma eftir okkum. Jan Hagland skilur væl, at føroyingar - nú ein møgulig oljuvinna stendur fyri durum - spyrja, hvussu norðmenn hava dugað at handfarið oljupengarnar - og hvat føroyingar kunnu læra av norðmonnum, verður nógv olja funnin. Eg haldi tað er týdningarmikið, at alt tað føroyska samfelagið fyriheldur seg til komandi kolvetnisvirksemið. At man avvegar virksemi á landi og oljuídnað á havinum. Latið ikki traditionellar vinnur, sum eru sprotnar úr náttúrunnar og fólksins rútmu gjøgnum nógv árhundrað - boyggja seg fyri eini nógv sterkari vinnu og sum í síni natúru er tíðaravmarkað. Tað vita vit. Lítið at olju og gassi sum eina epoku, einum avmarkaðum tíðarskeiði, soleiðis sum Noreg hevur gjørt (um enn henda tíðin kanska fer at vara í meira enn 100 ár). Men mest av øllum snýr hetta seg um trygd, trygd fyri menniskju, havumhvørvi og íløgur - í hesi raðfylgju. Føroyskt statoil Nú Føroyar hava givið grønt ljós fyri oljuleiting stendur so ein nýggj tíð fyri framman. Tað er eisini hetta, sum oljuráðstevnan í Norðurlandahúsinum í dag og sum Føroya Løgting í næstum fer at hava aðalorðaskifti um: hvussu vilja vit, at henda vinnan skal mennast, skal ávirka samfelagið og hvønn einstakan, komandi ættarlið osfr. Ein spurningur, sum uttan iva fer at verða tikin upp í komandi orðaskiftinum er almenna oljufelagið. Vit spurdu Jan Hagland, hvat hann heldur um eitt føroyskt Statoil! Nú er tað fyrrverandi journalisturin, sum tosar. Noreg fekk Statoil: a. Tí tað er drúgv politisk traditión í Noregi við statsligari luttøku, har stórar nationalar nátúrressursir skulu troytast. (Skógbrúk, jarðbrúk, fiskivinna og elorkuútbygging). b. Tí at tað tá tíðliga í 70-unum var ein national bylgja í allari oljuverðini, tí ein ungur arabiskur búskaparlesandi, sjeik Yamani, í eini røðu í Georgetown í Washington, segði, at londini, sum áttu oljuna, áttu at havt størri áhuga í meirvirðinum á oljuni. Yamani gjørdist seinni oljumálaráðharri í Saudi Arabia og arkitekturin aftan fyri heimsins fyrsta oljuboykott. Yamani tjóðartók oljuna í Saudi Arabia, og onnur lond skuldu fylgja eftir. Í Europa fingu vit ENI í Italia, og í Fraklandi Total og ELF sum statsoljufeløg, meðan BP í Bretlandi varð byrjað sum ein tjóðskaparligur kongstanki frá Winston Churchill fleiri ár frammanundan. Tá Noreg á henda hátt fór út í heimin at finna oljupolitiskar loysnir vórðu tjóðskaparligar loysnir nettupp tað, sum aðrir høvdu tikið stig til. Vit fingu eisini Statoil, tí Noreg hevði ikki ta minstu peiling av oljuídnaði - og vit fingu Oljudirektoratið út frá sama hugsannarhátti: Noreg, sum átti undirgrundina, mátti hava fakumhvørvi eins og tey etableraðu oljufeløgini - fakliga og fyrisitingarliga. Statoil tað rætta Jan Hagland vísir á, at uppgávan hjá Statoil er at introdusera oljuídnaðin til norskar fyritøkur og vinna pengar fyri statin, soleiðis æt tað - og fyritøkan hevur gjørt hetta - á ein hátt, sum fær seg at halda, at Statoil hevur verið tað rætta. Noreg hevur, eisini við at leggja seg eftir tveimum øðrum norskum umhvørvum og eini røð av útlendskum oljufeløgum, stórt sæð rokkið sínum oljupolitiskum málum. Men Noreg hevur samtýðis national oljuumhvørvi, Statoil og Hydro - sum kunnu leita eftir olju og gassi, hvar tað skal vera í heiminum - og tað gera tey eisini. Eg kann ikki síggja nakað negativt í eini slíkari víðkan av norskum ídnaðarpolitiskum perspektivi í eini tíð við globalisering og øktari altjóða kapping. Við hesi bakgrund, sigur Jan Hagland víðari, er tað ikki torført at mæla Føroyum at tryggja sær tjóðskaparliga stýring av olju- og gassvirkseminum. - Á hvønn hátt hetta skal gerast kann man altíð skifta orð um. Persónliga trúgvi eg uppá felagsformin og ta ekspertisu - førleika - hesin gevur á heimligari grund - og síðani, kanska eisini úti í verðini - eins og við norskum feløgum. Td. Føroyar á norska landgrunninum, sum tað sømir seg góðum grannum í tí norðureysturatlantiska felagsskapinum. Ráð og royndir Besti mátin, sum Noreg kann hjálpa Føroyum er við ráðum og royndum sigur Jan Hagland, sum vísir á, at Føroyar longu hava havt tríggjar stipendiatar á Oljudirektoratinum. - Okkara dyr eru altíð opnar fyri framhaldandi samstarvi um fakta og royndir í tí, sum er veruliga endamálið við øllum oljuorðaskifti: >> sigur Jan Hagland á sínum móðurmáli og endar við orðunum: Statoil raðfestir Føroyar høgt Føroyski landgrunnurin er eitt av teimum økjunum, har Statoil sær stórar møguleikar og fyritøkan fer at gera sítt ítarsta til at hjálpa føroyingum at finna olju og gass sigur Olav Fjell, oddamaður í Statoil Jan Müller Ein tann týdningarmesti >>posturin<< í Noregi eftir sjálvan forsætisráðharran man vera oddamaðurin í Statoil, almenna oljufelagnum, sum nú eisini hevur fingið fótin fastan á føroyska landgrunninum. Maðurin eitur Olav Fjell. Sosialurin hitti hann í sambandi altjóða oljumessuna í Stavanger herfyri. Saman við øðrum framstandandi vinnulívsmonnum var hann boðin til døgurða hjá eini tí mest múgvandi kvinnuni í Noregi, einkjuna eftir stórreiðaran og vinnulívsmannin Smedvig. Nora Smedvik, sum er 80 ára gomul, hevði eisini boðið tveimum føroyingum við til samkomuna í heimi sínum, ið liggur mitt í Stavanger. Teir vóru Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju og Leivur Hansen, býráðsformanni. Á samkomuni varð tosað um oljuvinnuna og um tað, sum nú stendur fyri framman í Føroyum. Nora Smedvig, sum í fjør vitjaði í Føroyum, hevur alt gott at bera føroyingum og Føroyum. Hon sigur í stuttari viðmerking til komandi >>oljuævintýrið<<: >>Vær jer selv<<. Hon er sum heild sera fegin um útviklingin í Noregi og her ikki minst Stavanger. Sjálv ivast hon ikki í, at oljan, verður hon funnin, fer at vera góð fyri Føroyar, men hon minnir samtíðis á týdningin at varðveita síni eyðkenni og sína mentan. Hóast tíðin er knøpp og stjórin í mest týðandi vinnulívsfyritøkuni í Noregi hevur nógv at síggja til, so gevur hann sær kortini stundir at tosa við ein føroyskan blaðmann. Og tað hevur sjálvandi eisini sína góðu orsøk. Statoil er nevniliga við í komandi leiting við Føroyar og stendur tað á odda fyri einum av bólkunum, sum hava fingið loyvi. Sera fegnir um álitið Eg kann ikki siga annað enn, at vit eru sera fegnir um tað álit, sum føroyskir myndugleikar hava víst okkum. Eg kann bert lova føroyingum, at vit skulu gera okkara besta fyri at finna ta olju og tað gassið, sum møguliga finst í undirgrundini. Olav Fjell vísir á, at Statoil hevur eina sera góða støðu á norska landgrunninum. - Vit eru eisini virknir aðrastaðni í heiminum, men eg haldi tað er serliga hugaligt, at vit hava fingið loyvi til at leita fyri eitt bróðurfólk, næstan í heimligum sjógvi. Statoil-stjórin leggur sama týdning í Føroyaøkið sum eitt nú stjórin í BP ger tað, nú hann herfyri úttalaði seg um, at BP raðfesti Føroyaøkið sum nýtt leitiøki sum eitt tað fremsta í heiminum. - Føroyar eru av stórum týdningi fyri Statoil. Tað er eitt av teimum økjum uttan fyri okkara egna, har vit veruliga satsta tungt. Hvat viðvíkur vónunum til at gera olju og gassfund við Føroyar sigur Olav Fjell, at seismisku kanningarnar eru sera lovandi. Tær eru orsøkin til, at teir ætla sær at bora. Men einki kann sigast um møgulig fund fyrr enn tað er borað. Vit spurdu Olav Fjell, hvat Statoil kann gera fyri at >>hjálpa<< Føroyum, so tað sleppur væl frá einum so kollveltandi útviklingi, sum ein oljuídnaður vil vera! Vit vilja bjóða tykkum allar okkara royndir og vitan. Øll lond mugu leggja sín egna politikk til rættis á einum sjálvstøðugum grundarlag, men vit vóna sjálvandi, at tit í Føroyum kunnu heinta nakað av íblástri frá okkum í Noregi. Nú hitt norska oljufelagið, Norsk Hydro ikki verður við í 1. útbjóðing, sigur Statoil stjórin, at Norsk Hydro er eitt sera dugnalig fyritøka, sum teir bæði samstarva væl við og kappast ímóti. - Hesa ferðina vóru vit teir hepnu. Fáið góð hugskot úr Noregi Hvørji ráð kanst tú annars geva føroyskum myndugleikum og ídnaðinum í sambandi við komandi oljutilgongdina og hvussu heldur tú okkara politikarar eiga at fyrihalda seg fyri hesum útviklingi? Eg skal vera sera varin við at geva ráð til myndugleikarnar. Vóni at teir kunnu fáa nøkur góð hugskot úr Noregi. Eg eri vísur í, at okkara myndugleikar fegnir vilja lata føroyingar fáa lut í sínum royndum. Í Føroyum hava vit einki alment oljufelag og vit hava heldur ikki tikið optión í loyvunum. Heldur tú tað vera rætta avgerð havandi norsku royndirnar í huga? Í Noregi hava vit havt stóra gleði av at stovnseta eitt alment oljufelag og brúka tað sum eitt av amboðunum til at seta á stovn ein olju- og gassídnað í Noregi. Men aftur - vit skulu vera varnir við at draga paralellin ov langt. Tað, sum virkar væl í einum landi, nýtist ikki at verða eins væleydnað ella egnað í einum øðrum. Oljan góð fyri Norra Olav Fjell vísir annars á, at oljan hevur havt alstóran týdning fyri Noreg, bæði fyri vælferðargongdina og fyri menningina av eini nýggjari vinnu. - Vit hava fingið bæði pengar og kompetancu og hava ikki fingið teir trupulleikar, sum mong onnur lond hava liðið undir. Vit spurdu at enda, hvat stjórin í Statoil heldur upp uppskotið at londini í Útnorði, sum hava olju, skulu brúka ein part av oljuinntøkunum til at menna alt økið! Noreg hevur bygt upp ein oljugrunn, sum skal tryggja virðini til komandi ættarlið. So eg haldi tað er einfaldari at menna slíkar grunnar hvør sær heldur enn at hava ein grunn, sum er felags fyri fleiri tjóðir. Henning Nicodemussen Førleikamenning gjøgnum altjóða samstarv Kenneth Rasmussen P/F El-Service Frálandadeildin El-Service hevur seinastu árini fyrireikað seg til avbjóðingarnar í oljuvinnuni. Hesar fyrireikingar hava fyrst og fremst verið gjørdar við at betra og menna verandi virksemið. Á henda hátt er dygdin og tænastustøðið í dagliga arbeiðinum so líðandi vorðin betri. El-Service hevur staðfest, at tað er týdningarmikið at halda fast um verandi arbeiðsøki, soleiðis at oljuvinnan ikki fer at taka alla arbeiðsorkuna, men verður ein vinnugrein, ið sum frá líður kemur styrkja felagið í kappingini við tey stóru altjóða feløgini. Størsta uppgávan á leiðini hevur verið at fingið altjóða góðkent góðskuprógv fyri konstruktión og framleiðslu av el-talvum. Ein ISO 9001-góðkenning krevur drúgva fyrireiking og at peningur og arbeiðsorka verður sett av til endamálið. Síðan framleiðsludeildin fekk góðkenningina, er avgerð tikin um at miða ímóti, at hinar deildirnar verða góðkendar. Hjá El-Service starvast í løtuni 35 fólk. Ein stórur partur av fólkinum er knýttur at uttanlandsdeildini, meðan hini arbeiða á framleiðslu-, innleggjara- og frálandadeildunum. Síðan 1995 hevur El-Service, saman við Karstensens Skipasmiðjuni í Skagen, bygt 13 skip. Tó eru bert seks teirra bygd í Skagen. Hini sjey eru bygd í so fjarskotnum londum sum Ghana, Cambodia og Vietnam. Felags fyri øll projektini er, at so skjótt sum sáttmáli er undirskrivaður, verður farið undir projektering og framleiðslu av el-útbúnaðinum, sum síðan verður fluttur til skipasmiðjurnar. Alt frá størstu el-talvum til smæstu el-skápini til el-veitingina, eldávaringar-, neyðljós- og alarmskipaninar verður konstruerað og framleitt á Skála. Samstundis fara handverkarar hjá El-Service avstað fyri at fyrireika el-arbeiðið umborð. Meðan skipini verða bygd í Skagen eru 10-15 arbeiðspláss á Karstensens Skipasmiðjuni. Umframt hesi, eru nøkur arbeiðspláss knýtt at framleiðsluni alt árið. Harumframt eru, í sama tíðarskeiði, fimm skip bygd á Tórshavnar Skipasmiðju, har P/F El-Service hevur havt el-arbeiðið um hendur. Undir fyrireikingunum til oljuvinnuna hevur El-Service ásannað, at stór krøv verða sett til tey virki, sum skulu luttaka í hesi nýggju vinnuni á føroyskum øki. Við m.a. at seta góðskustýring í verk, eru stig tikin á leiðini til at kunna kappast í oljuvinnuni. Royndirnar frá skipabygging geva eisini El-Service eitt gott byrjunarstøði, men enn eru fleiri økið, sum eru neyðug at menna, fyri at kunna gerast seg galdandi í fremstu røð, m.a. innan á trygdar- og umhvørvisøkinum. Hetta er høvuðsorsøkin til at El-Service hevur gjørt eina samstarvsavtalu við offshore-deildina hjá ABB í Esbjerg. Saman við ABB fer El-Service at bjóða heildarveiting á el-økinum. Arbeiðið á føroyskum øki fer at verða umsitið og stýrt av Skála. Um talan verður um størri uppgávur, verður neyðugur serkunnleiki fingin úr Esbjerg. Í slíkum førum verða partar av arbeiðinum gjørdir av ABB-fólki í Føroyum ella í Danmark. Fyrsta stigið í samstarvinum verður, at El-Service fer at senda starvsfólk til Esbjerg at luttaka í projektum hjá ABB, soleiðis at fólki hjá El-Service kann fyrireika seg til komandi uppgávur í oljuvinnuni. Henning Nicodemussen Áttu eisini at borað í basaltinum Tað kann blíva torført at fáa oljufeløg at luttaka í eini 2. útbjóðing við Føroyar, nú føroyskir myndugleikar ikki hava kravt av feløgunum, sum hava fingið leitiloyvi, eisini at bora brunnar uttan fyri Gulløkið heldur Chris Kernick, geofysikari hjá Texaco, sum nú er farin til heitari umhvørvi at arbeiða Jan Müller Hetta er helst nakað, sum føroyingar eisini mugu venja seg við - og fyri tað útlendsk oljufólk í Føroyum - at oljuvinnan ber í sær eins stór vónbrot sum tað øvugta. Og tað hevur Chris Kernick hjá amerikanska oljufelagnum Texaco fingið at kenna á egnum kroppi. Herfyri lat felagið upp skrivstovu í Havn, eftir at tað hevði søkt um loyvi at leita eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini. Felagið, sum hevur verið virkið her síðani miðskeiðis í 90-unum, hevur verið gjøgnum fleiri broytingar og avbjóðingar á Føroyaøkinum, uppá gott og ilt. Eitt skifti var kenda oljufelagið Arco við í bólkinum saman við Texaco, Conoco og Murphey. Síðani Arco varð uppkeypt av BP hevur Texaco staðið á odda fyri bólkinum. Hóast felagið alla tíðina hevur vitað av, at ikki allir umsøkjararnir fóru at fáa loyvi í 1. føroysku útbjóðingini, so man felagið og manning tess kortini hava havt stóra tiltrúgv til, at tað fór at fáa eitt loyvi. Ja so stóra, at Chris, sum hevur arbeitt sum geofysikari hjá felagnum í mong ár, gjørdi av at búseta seg í Føroyum saman við konu síni. Tey leigaðu hús í Leynum við tí vón, at tey helst skuldu vera her í mong ár. Men mongum brestir ætlan - eisini útlendskum oljuhjúm í Føroyum. 17. august fekk Texaco at vita, at tað einki loyvi fekk. Tað var rætt og slætt ikki kappingarført við hinar umsøkjararnar, sum eftir øllum at døma høvdu betri boð. Hetta kom sum ein skelkur fyri Chris, sum hevði fingið fast undir fótum bæði í nýggja bústaðnum í Leynum og á nýggju og snotuligu skrivstovuni á Bryggjubakka í Havn. Konan og hann høvdu tá longu gjørt seg út til føroyska veturin og til at vera >>føroyingar<<. Vit høvdu tá vitjað og gingið í nærum øllum oyggjum og vóru við at fella til her, tá ringu boðini komu. Nú gongur leiðin so til heitari leiðir, Nigeria, har Chris skal arbeiða í nakrar mánaðir, áðrenn leiðin gongur til Houston í Texas sigur ein heldur vónbrotin Chris Kernick. Hansara persónliga hugsan Men hvat kann hann so siga um komandi leitingina og vónirnar til at finna olju, og hvat heldur hann um alt tað arbeiði, sum er gjørt higartil! Chris ger púra greitt, at tað hann hevur at siga blaðnum er fyri egna rokning. Chris Kernick viðgongur, at teir vóru ikki nóg góðir, nú tá teir ikki fingu nakað loyvi. Kortini undrar tað hann ikki sørt, at bólkurin, sum hevði eitt so gott boð og sum var so væl >>forankraður<< í føroyska umhvørvinum longu við skrivstovu, fólki og útgerð, ikki var millum tey, sum fingu loyvi. - Eg haldi, at tilboðið hjá bólkinum var rættiliga gott, ikki minst sæð við føroyskum eygum, men so skal eg eisini siga, at eg veit ikki, hvat hini feløgini hava boðið. Hann er tó fegin um, at tað verða boraðir 8 brunnar, og hann ynskir hinum fyristøðufeløgunum (operatørunum) góða eydnu. - Men persónliga haldi eg, at tað er eitt sindur spell, at allir brunnarnir í 1. útbjóðing verða boraðir bara í tí mest áhugaverda økinum, sum liggur uppat longu kendum oljuøkjum í bretskum umráði. Tað, sum fer at vera av teimum stóru avbjóðingunum í komandi leiting, er at síggja brunnar verða boraðar uttan fyri tað sokallaða Jude-bassengið. (Hetta er tann lagdin, har teir 8 brunnarnir í 1. útbjóðing verða boraðir, og tann lagdin, sum gongur frá brestkum øki við oljufeltunum Foinaven og Schiehallion og víðari inn á føroyskt øki. Hetta er eisini tað, sum verður kallað landssynningshornið ella Gullteigarnir á føroyska landgrunninum, blaðm.) Óheppið fyri 2. útbjóðing Mær hevði persónliga dámt best - tí tað hevði gagnað Føroyum uppá longri sikt - um onkur brunnur bleiv boraður sum partur av seks ára loyvunum - uttan fyri tey bestu økini tvs. har vit finna basalt. Eg haldi tað er óheppið fyri eina aðru útbjóðing, tí nú er alt tað besta økið boðið út. Framtíðar avbjóðingin verður nettupp at fáa oljufeløgini áhugað í at bora í tí sera stóra partin av 1. útbjóðing, sum í løtuni er minni áhugaverdur orsakað av basaltinum. (Sosialurin hevur skilt, at Texaco í sínum boði hevði bjóðað sær til at bora ein brunn í basaltøkinum uttan fyri Gullhornið, men hetta var so ikki nokk til eisini at fáa part av tí góða økinum, blaðm.) Chris Kernick heldur, at tað í framtíðini kann blíva torført at yvirtala og sannføra oljufeløg um at bora í tí minni attraktiva økinum, tvs. økjum við høgum vága, um allir teir bestu bitarnir við minni vága longu eru farnir. Hann heldur persónliga, at føroyingar í 1. útbjóðing áttu at gjørt sær greitt, um tað ikki hevði verið rætt at kravt av loyvishavarunum, afturfyri at fáa part í góðu økjunum við lágum vága, at teir eisini bundu seg til at bora í tí meira vágiliga økinum inni á sjálvum basaltinum. Sosialurin skilur, at onkur av feløgunum í sínum arbeiðsskráum ætla at gera seismiskar kanningar í basaltøkjum. Chris Kernick ynskir teimum góða eydnu við tí. Hann heldur tó, at tað kann ikki undirstrikast nóg nógv, hvussu stóran týdning tað hevur fyri framtíðar leiting í basaltøkinum, at nakað ítøkiligt verður gjørt longu nú fyri at vísa hesum økjum ans. Tvs. at uppgávan hjá føroyskum myndugleikum átti at verið at fáa oljufeløgini at ásanna, at tað sum partur av teirra góðu loyvum eisini er neyðugt at loysa upp fyri tí so nógv umrødda basaltknútinum. Kundu tvingað feløgini Er tú kløkkur av, at myndugleikarnir her ikki hava tengt boring í basalti saman við loyvunum í teimum góðu økjunum? Tað mugu myndugleikarnir gera av. Teir hava sett sær fyri at fáa so nógvar brunnar boraðar í tí góða økinum sum gjørligt longu nú, fyri harvið at økja um møguleikan fyri at gera eitt fund skjótt. Tað er sjálvandi í lagi, men tað er kanska eisini óheppið, at man ikki hevur álagt teimum at bora í basaltinum eisini, tí nettup í hesum umfarinum hevði tað kanska verið lættari at tvingað feløgini til tað. Sum sagt fer tað at vera torførari í framtíðini, men tað er so upp til føroysku myndugleikarnar. Uppá fyrispurning um ein turrur brunnur í basaltinum ikki hevði kunnað verið ein negativ reklama fyri eina komandi útbjóðing sigur Chris, at tað er ein møguleiki. Borar tú á skeivum stað í einum nýggjum øki, so kann tað fáa oljufeløgini at taka seg aftur. Men kortini vil slíkur brunnur vera gott kallibreringspunkt. Sjálvur ivast Chris nógv í, um tað komandi 10-15 árini fer at eydnast oljufeløgunum við seismikki og øðrum kanningum at síggja nóg væl undir basaltið fyri at kunna siga, hvat grótslag er har. Tú mást bora nakrar brunnar og tað verður so tann stóra avbjóðingin. Tekniskt arbeiði í Føroyum Uppá fyrispurning hvussu tað ber til, at Texaco satsaði so nógv uppá at gera part av sjálvum telduarbeiðinum í sambandi við komandi leiting í Føroyum sigur Chris Kernick, at hetta er so mátin sum Texaco arbeiðir uppá. Hann heldur ikki tað er løgið at lata skrivstovu upp, áðrenn man fær eitt loyvi. Hetta varð gjørt fyri at vera heilt klárir at fara í gongd beinanvegin og ikki at skula brúka nógva tíð eftir loyvisgevingina til at leita eftir hølum o.l. Rættiliga vanligt fyri eitt felag sum Texaco. Eisini gott fyri fólkini, at vit kundu koma um summarið, venja seg við umstøðurnar og veðurlagið, áðrenn veturin kemur. Áðrenn skrivstovan stongdi herfyri arbeiddi ein føroyskur jarðfrøðislesandi á skrivstovuni. - Eg dugi at síggja, at tit hava sera dugnalig og skilagóð ung fólk, sum kunnu arbeiða í hesi vinnu, og tí haldi eg eisini tað er umráðandi, at vit sum oljufelag læra tey upp her á staðnum, soleiðis at ein stórur partur av tí týðandi tøkniliga arbeiðinum, sum verður gjørt í sambandi við eina boring, eisini kann verða gjørt í føroyskum umhvørvi, og soleiðis at tit longu nú byrja at venja tykkum til henda nýggja veruleikan. Sjálvandi kann hetta arbeiði eisini verða gjørt í Aberdeen, London ella í Stavanger, men fyri okkum hevði tað týdning, at tað bleiv ein partur av føroyska gerandisdegnum í komandi oljuvinnuni. Chris hevur arbeitt úti á oljuleiðunum langt frá høvuðsstøðini í Australia og tá gjørdu teir sjálvir ein stóran part av tí tøkniliga arbeiðinum á teldu. Hann leggur tó dent á, at sjálv prosesseringin og viðgerðin av tilfarinum má fara fram á høvuðsskrivstovunum, har teir hava sera stórar arbeiðssstøðir, sum ganga 24 tímar um samdøgrið. Men hann vónar, at nakað av arbeiðinum kann verða gjørt í Føroyum, soleiðis at tað kemur at gagna teimum mongu, sum útbúgva seg innan økið. Chris sigur seg ikki vita, hvat hini feløgini fara at gera, men hann vónar, at tey eisini fara at flyta nakað av sínum tekniska arbeiði til Føroyar. Chris Kernick er rættiliga sannførdur um, at tað verður funnin olja við Føroyar. Hann hevur góðar vónir um, at av teimum 8 brunnunum, sum verða boraðir, verður olja funnin í teimum tveimum. Vónandi verður olja funnin í fleiri sigur Chris, sum heldur sera góðar møguleikar vera fyri at finna olju í gullblokkunum. Møguleikin fyri at finna olju har er 1 út av teimum og í mesta lagi 1 út av 4 brunnum. Har er sera stórur møguleiki fyri succes. Tá vit spyrja hann um elefantar, tvs. risastór oljufelt sigur hann, at møguleiki er eisini fyri onkrum sera stórum. Strukturarnir eru stórir nokk. Har er eitt petti av puslispælinum funnið, men av øðrum fýra pørtum av puslispælinum vita vit ov lítið um. Er oljan framvegis goymd í undirgrundini, eru egnaðar goysmlur osfr.? Chris Kernick vónar, at tað fara at verða gjørd oljufund, sum aftur kunnu eggja feløgunum til at bora í basaltinum. Best hevði verið, um tað varð gjørt longu nú í 6 ára loyvunum, tí hvat tú enn gert av seismiskum kanningum, er tað bert boring, sum kann avdúka, hvat slag av gróti er undir basaltinum. Hvussu heldur Chris, at komandi oljuvinnan fer at ávirka samfelagið! Vit hava havt tað gott her. Tá ynskir tú ikki, at tað broytist. Men eg dugi væl at síggja, at tað kunnu vera møguleikar hjá unga fólkinum at fáa arbeiði og útbúgving í hesi nýggju vinnu. Einhvør broyting hevur vansar við sær. Tað fara tit sjálvandi at síggja eitt nú í Tórshavn. Chris Kernick vónar ikki, at Texaco er heilt liðugt í Føroyum. Hann heldur teir hava gjørt eitt gott arbeiði. Sjálvur sær hann fegin, at oljufeløgini fara at leggja dent á at læra føroyingar upp, soleiðis at teir sjálvir megna at reka hesa nýggju vinnu í framtíðini. Og tað gerst bæði við at geva teimum vitan og royndir aðrastaðni og so at lata teir sleppa framat í Føroyum. Henning Nicodemussen Oljumálið á einum vegamóti Jóannes Eidesgaard formaður Javnaðarfloksins Beint fyri jól í 1992 skrivaðu Atli Dam og Poul Schlüter undir avtaluna, sum gav okkum rættin til ráevnini í føroysku undirgrundini. Og hetta var samstundis byrjanin til ein møguleika - byrjanin til eina nýggja byrjan. Í semja og sátt fóru føroyskir politikkarar undir at gera neyðugu fyrireikingarnar til eina møguliga føroyska oljuvinnu. Fyrst var neyðugt at fáa neyðugu lóggávuna gjørda, soleiðis at veruligu fyrireikingarnar kundu byrja. Ein oljuráðleggingarnevnd varð vald, samstundis sum lunnar til tað, sum vit í dag kenna sum Oljumálastýrið, vórðu lagdir. Og semjan var eyðkennið fyri politisku handfaringina fyrstu árini. Uttan mun til hvønn flokk, menn hoyrdu til og uttan mun til, um talan var um samgongu ella andstøðu, so eydnaðist at fáa hetta stórmál loyst úr lagdi í sátt og semju. Og einki er at ivast í, at breiða politiska undirtøkan hevur ført við sær virðing í útheimi. Vit vístu, at føroyingar vildu, at hesin møguleiki skuldi verða okkara. Vit fóru seriøst til verka. Men tíverri megnaði vit ikki at halda fast um breiðu semjuna. Okkum so líkt, so komu ymisk áhugamál at gera, at nú var tað knappliga samgongan, sum segði, hvussu fram skuldi farast. Oljumálið gjørdist sum øll onnur mál ein vanlig togan millum flokkar og millum samgongu og andstøðu. Spell var tað. So leingi málið var í stoypiskeiðini og undir fyrireiking, so gekk. So leingi málið ikki var ítøkiligt, bar til. Møguleikin fyri breiðum semjum var bert var til staðar, so leingi eingi privat áhugamál lógu í oljumálinum. So títt og knapt, at nøkur privat kapitalistisk áhugamál komu við inn í oljumálið, so gingu politikkara hvør sína leið. Vit vita, hvørjir renna teirra ørindir, og vit vita, hvørjir ikki gera tað. Hvør átti dagin 17. august 2000? 17. august vórðu fyrstu loyvini til leiting og framleiðslu av kolvetni í føroysku undirgrundini givin á samkomu í Norðurlandahúsinum, har Eyðun Elttør, landsstýrismaður handaði loyvini. Nógv fólk var, sum vera man, komið saman bæði her heimanífrá og úr útlondum. Eisini rættiliga nógvir politikkarar høvdu leitað sær niðan í Norðurlandahúsið, men vóru tó fámentir í mun til allar teir nálastrípaðu, sum umboðaðu oljufeløgini. Og hetta var eisini teirra dagur burturav. Eg kundi ikki lata vera við at hugsa um, hvussu stórur partur av hesari vælklæddu samkomu mundi hugsa um, hvussu føroyski pallaba kundi tryggjast at fáa sum mest burtur úr hesi nýggju vinnu? Men hin vegin, var tað nú teirra uppgáva? Søguligur var dagurin, ongin ivi um tað, men eg má siga, at tað sanniliga var við blandaðum kenslum, at henda løta varð eygleidd. Hetta var dagurin, tá ein meiriluti á Føroya Løgtingi lat ein veruligan almennan møguleika gleppa okkum av hondum. Ein møguleiki, har almenna Føroyar kundi gjørst virkin partur av einari føroyskari oljuvinnu. Hetta var dagurin, tá almenni føroyski oljuídnaðurin gjørdist privatur. Tvey privat og einki alment Gaman í, tvey føroysk oljufeløg vóru partar av útlendskum oljusamtøkum, sum fingu loyvi, men almenna Føroyar var ikki við. Føroyska umboðanin var latin til Atlantic Petroleum og Føroya Kolvetni, sum bæði eru privat feløg, meðan felagið hjá vanliga føroyinginum ikki var við. Sjálvandi kann onkur siga, at tað er bara at bjóða seg fram sum partaeigara í hesi føroysku feløgunum. Men partaeigarar hava nú einaferð allir tað til felags, at teir eiga pengar, sum teir hava ráð til at seta í eitt felag. Atlantic Petroleum og Føroya Kolvetni hava gjørt rætt. Tey hava tikið av einum møguleika, sum politiski meirilutin hevði givið teimum - politikkararnir høvdu tæað teimum lendið. Og privatu áhugamálini hjá áðurnevndu feløgum hava ikki forðað vanliga føroyinginum at verið við í einum almennum føroyskum oljufelag, men 17 tingmenn hava forðað øllum føroyingum henda møguelika. Tá politiska hagreiðingin gjørdist, sum hon gjørdist, so má sigast, at tað var hóast alt gleðiligt, at nøkur fá føroysk áhugamál vóru umboðaði. Hetta ynskti samgongan Tað, sum eg her sipið til, er, at sjálvandi skuldu vit havt tryggjað okkum við einum almennum føroyskum oljufelag, sum skuldi havt optión í øllum givnum loyvum. Og júst soleiðis ljóðaði uppskotið, sum ein minniluti í vinnunevndini skjeyt upp: >>Í loyvum sambært stk. 1 skal landsstýrismaðurin treyta sær, at eitt møguligt alment føroyskt oljufelag skal kunna fáa ein part í loyvinum (optión), sum er millum 1% og 5%.<< Men hetta uppskot fekk bert 14 atkvøður (Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin), meðan 17 vóru ímóti (Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin). Og sostatt hevur sitandi samgonga sagt, at tað almenna skal ikki aktivt inn í eina føroyska oljuvinnu, og at hesin rættur skal falla til tey fáu útvaldu í Føroyum, sum sita inn við kapitali. Og uppskotið var nú bert at lata upp fyri einum almennum møguleika - men gakk. Oljuútgerðarhavnin Í spurninginum um, hvar ein oljuútgerðarhavn skuldi liggja, so vísti tað seg aftur, at ikki bar til at fáa semju. Meirilutin mælti til, at hesin spurningur skuldi latast upp í hendurnar á oljufeløgunum at gera av, meðan ein minnilutin mælti til, at ein politisk avgerða varð tikin. Minniluitn brúkti sum sína grundgeving fyri einari politiskari avgerð, at á henda hátt hevði borið til at tikið hædd fyri teimum strukturellu trupulleikum, sum eru í okkara samfelag. Trupulleikar, har vit frammanundan hava eina alt ov sterka miðsavnan, meðan øki er í landinum, sum bara ganga eftir hæli, bæði hvat fólkatali og vinnumøguleikum viðvíkur. Minnilutin mælti í hesum sambandi til, at útgerðarhavnin varð løgd í Suðuroynni, soleiðis at hesin partur av landinum fekk ein møguleika. Oljufeløgini høvdu tikið eina slíka avgerða sum heilt náttúrliga og høvdu innrættað seg eftir tí. Men nú er hesin spurningur latin oljufeløgunum at gera av, og sjálvandi verður avgerðin tikin eftir tí, sum tænir teimum og ongum øðrum best. Hvat gjørdu norðmenn? Áhugavert er at siggja í bløðunum, at norski forsætismálaráðharrin Jens Stoltenberg í røðu síni, tá hann setti oljuráðstevnuna í Stavanger m.a. segði, at fyri 100 árum síðan var Noregi eitt fátækt land, men at farna øldin er søgan um, hvussu teir abeiddu seg burtur úr vesældóminum. Víðari segði hann, at útlendski pengarnir, vitanin og ráðgevingin vóru neyðug. Men at teir syrgdu eisini alla tíðina fyri, at eftirlit og eigaraviðurskiftini vóru á almenum hondum. Og hetta kundi eisini verið okkara leistur, um enn í minni málistokk. Poul Mohr nýtti eina so góða mynd við monnunum undir neystavegginum í einari blaðsamrøðu. Og tað er rætt, at har nyttar ikki at standa, men nú er bara støðan tann, at nakrir fáir eru slopnir upp í part, meðan vanligi føroyingurin verður standandi undir neystavegginum. Ikki tí, at hann ynskti tað, men tí at ein meiriluti á tingi ynskti hann standandi undir neystaveggin. Hyggja vit í bløðini, sum í dag skriva um hesa nýggju avbjóðing, so eru ikki longur føroyskir politikkarar millum teir, sum úttala seg. Og orsøkin er tann einfalda, at føroysk oljuáhugamál eru ikki longur almenn, sum politikkarar skulu taka sær av. Vit hava avreitt hetta tilfeingið til tey privatu áhugamálini. Í staðin síggja vit nú samrøður og myndir av nýggju fólkunum í føroyskari oljuvinnu m.a. Poul Mohr, Kjartan Hoydal, Olaf Olsen og Niels Sørensen. Teir hava so teirra lógligu áhugamál at røkja, men neyvan eru tey fóksins áhugamál. Líkt er til, at hugtakið >>fólksins ogn<< fyri samgonguna hevur ein heilt annan týdning, tí støðan í okkara fiskivinnu er uppaftur meira døpur. Víðari perspektivir Um politikkarar og harvið føroyingar í fyrsta leiki mistu møguleikar, so er tað tó greitt, at ein munagóð oljuskattalóg fer at geva samfelagnum inntøkur, um olja verður funnin. Tá er tað umráðandi, at vit politikkarar taka skilagóðar avgerðir um, hvussu hesar inntøkur skulu handfarast. Líkt er til, at tað fer at bera til, at vit kunnu vinna eina breiða politiska semju um, at hesar inntøkur veruliga verða skynsamt nýttar. At vit fyrst og fremst gera okkum búskaparliga sjálvbjargnar fult og heilt, at vit virðiliga gjalda fyri tær tænastur, aðrir gera okkara vegna, at vit framhaldandi útbyggja samfelagið og tess tænastur, og at vit tryggja okkara eftirkomarum teirra part av hesum ágóða. Men samstundis verður tað ein sera krevjandi politisk avbjóðing at skipa so fyri, at okkara samfelag ikki missir seg burtur í hesi nýggju vinnu. At okkara høvuðsvinna framhaldandi fær umstøður, har vitan og førleiki kann trívast og styrkjast, tí tað kemur aftur tann dagur, at henda verður álitið. Og á annan hátt, at vit skipa so fyri, at árinið frá hesi nýggju vinnu ikki kolrennur tað, sum annars er eyðkennini fyri hetta samfelagið. At vit ikki sum áskoðarar síggja føroysk virði og føroysk sereyðkenni fara í søguna. Tí verður høvuðssetningurin hjá okkum politikkarum at bera so í bandi, at henda nýggja vinna fær so lítla negativa ávirkan á okkara umhvørvið, mentan, vinnu, arbeiðsumstøður og búskap sum gjørligt. Hetta seinasta er í sjálvum sær ein risaavbjóðing. Stutt sagt, at fáa sum mest burturúr, uttan at vinnan kollsiglur okkum verandi samfelag. Vónandi fer tíðin at vísa, at føroyskir politikkarar fara at megna at standa saman um hesa avbjóðing. Henning Nicodemussen Almennu Føroyar kundu fingið nógv meira burturúr Edmund Joensen formaður Sambandsfloksins Um landsstýrið hevði kravt eitt borið alment oljufelag, ella optión við í øllum loyvunum, høvdu almennu Føroyar fingið nógv meira burturúr. Stóri áhugin fyri Føroyaøkinum prógvar hetta. Politiska uppgávan í oljutilgongdini er sjálvsagt at finna fram til, hvussu Føroya fólk samanlagt fær mest burturúr. Sjálv oljutilgongdin kann býtast í tveir partar. Fyrri parturin er spurningurin um undirgrundarmarkið og seinni parturin er fyrireikingin til sjálva oljuvinnuna. Undirgrundarmarkið Tað tók sum kunnugt umleið 20 ár at fáa undirgrundarmarkið uppá pláss. Stutt kann um tað sigast, at tolið og treisknið, sum eyðkendi føroyskar politikarar hesi nógvu ár, var tað sum gjørdi útslagið. Tó slepti landsstýrið tí optimalu loysnini á gáttini, og skrivaði undir endaliga. Fongurin kundi verið størri, men farið er farið. Í slíkum málum vendist ikki aftur. Óttin hjá landsstýrinum fyri at málið endaði í Haag og sjónarmið sum at tolið hjá oljufeløgum at luttaka í oljuvinnu við Føroyar var við at verða uppi, gjørdi at landsstýrið boygdi seg. Eftirtíðin hevur prógvað tað øvugta. Umboð fyri bretsku stjórnina hava sagt alment, at bretska stjórnin fyri fleiri árum síðani hevði slept ætlanini um dómstólaavgerð. Hin parturin (áhugin hjá oljufeløgunum) hevur verið vaksandi og í samsvar við oljuprísin á heimsmarknaðinum, sum er vaksin støðugt. Hetta kom eisini týðiliga til sjóndar, tá ið oljufeløg sum Texaco-bólkurin og Hydro-bólkurin ikki komu uppí part og máttu fara avstaðaftur við ongum. Alt í alt, so helt metingin ikki, dirvið sveik og politiska nøsin, almenna Føroya vegna, var ikki nóg góð. Fyrireiking til oljuvinnuna Hin parturin (fyrireiking til oljuvinnuna) má sigast at vera væl og professionelt fyrireikaður av embætisfólki. Avgerðin frá politiskari síðu, fyri nógvum árum síðani, at játta pening í krepputíðum, og seta á stovn oljufyrisiting, langt áðrenn tað veruliga sjónligt gjørdist aktuelt, má sigast at vera høvuðsorsøkin til, at væl er komið burturúr. Nógvir pengar eru játtaðir hesi árini og eru teir ein góð og hent íløga fyri samfelagið. Allir tættir vóru eisini tiknir við, tá ið hendan samgongan tók yvir oljumál. Ikki bara var alment oljufelag umrøtt í álitinum frá oljuráðleggingarnevndini, men undanfarna landsstýrið lat eisini gera serligt álit hesum viðvíkjandi, við tí føstu ætlan fyri eyga, at almennu Føroyar skuldu tryggja sær rættin til borin feløg ella optión í øllum loyvum innan føroyska landgrundsmarkið. Núsitandi landsstýri gav eftir fyri trýsti frá vinnuni sjálvari og slepti tí týdningarmesta partinum, sum skuldi tryggja almennu Føroyum luttøku, ágóða, innlit og kunnleika, bæði beinleiðis og óbeinleiðis í oljuvinnuna. Hetta fer tí at verða ein av høvuðsuppgávunum hjá komandi politikarum at fáa framt. Samfelagslig atlit Tey atlit sum politisku myndugleikarnir mugu taka í eini komandi aktivari oljuvinnu, eru nógv og krevjandi, og mugu sjálvandi byggja á samfelagsliga-, vinnuliga-, fíggjarliga-, skattliga- og umhvørvisliga vitan. Henda vitan og kunnleiki var tungtvigandi til støðutakanina hjá undanfarna landsstýri, sum legði dent á, at sita við borðið, har sum stóru avgerðinar verða tiknar. Tað sigur seg sjálvt, at ígjøgnum slík umboð høvdu almennu Føroyar fingið bestu vitan og kunnleika um, hvussu ein positiv menning, fyri bæði føroyska samfelagið og oljufeløgini kundi verið framd. Eisini hevði hetta verið við til at fyribyrgt negativum avleiðingum av eini oljuvinnu. Sitandi landsstýri tók ikki henda partin við, og ásannast má, at sera trupult verður hjá einum komandi landsstýri at fylgja við, bæði vinnuliga, skattliga og umhvørvisliga. Føroyar koma av somu orsøk at halta meira og meira afturút, uttan neyðuga innlitið sum krevst, fyri at fylgja við í menningini og teimum árinum, sum henda hevur á samfelagið Føroyar. Sjálvandi verður tann samlaði samfelagsmissurin í longdini eisini tilsvarandi stórur. Oljuvinnan verður ynskt vælkomin, til frama fyri tey sum beinleiðis luttaka og samfelagið Føroyar. Henning Nicodemussen Olja - smyrjing til tjóðarbygging ikki brennievni til sjálvsøkni og seráhugamál Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins Oljupolitikkur er yvirhøvur ein óveltur teigur í tí føroyska politiska bønum. Higartil hevur gongdin ligið í sera góðum hondum hjá fyrst eini dugnaligari oljuráðleggingarnevnd og síðani eini framúr góðari oljufyrisiting. Hetta er eitt prógv um, at har vit taka ábyrgd og stýrisvølin sjálvi, vaksa vit og klára okkum framúr væl á egnum beinum. Men higartil hevur hetta við oljuni eisini verið óveruligt fyri flestu føroyingar. Nú byrjar tað veruliga at lukta av pengum og virksemi. Og nú koma teir beinhørðu politisku og vinnuligu dystirnir: Lokalpolitikkur, seráhugamál, politiskt og vinnuligt sjálvsøkni. Og tað, at politikarar kappast um, hvør hevur patent uppá at verða tann einasti rætti jólamaðurin, ið vil býta út til sínar veljarar. Ábyrgdar- loysi spøkir Vit hava longu sæð tað undir viðgerðini av útbjóðingarlógini í tinginum, har uppskot varð lagt fram frá politiskum flokki, ið ikki hevði sum endamál tildømis at fáa oljuútgerðarhavn í Suðuroynni. Nei, endamálið var hinvegin at leita eftir ósemjum og fáa uppskotið felt, so flokkurin kundi spæla sjónleikin sum einsamallur jólamaður mótvegis suðuroyingum frameftir. Tað er slíkur ábyrgdarleysur politikkur, sum er størsta ræðumyndin fyri framtíðina: At møguligar oljuinntøkur gerast bert sum ein nýggjur blokkstuðul, sum politisku flokkarnir í Føroyum skulu kappast um at býta út til síni seráhugamál. Alment oljufelag Politiskar ósemjur hava eisini tikið seg upp viðvíkjandi optión og luttøku til eitt alment, føroyskt oljufelag. Tjóðveldisflokkurin heldur, at tað kann gerast neyðugt at hava eitt alment oljufelag til tess at byggja upp neyðuga vitan og førleika á økinum, um verulig oljuvinna fer at spyrjast burturúr. Tað ber til at krevja hetta í møguligum seinni útbjóðingarumførum. Men í løtuni ræður fyrst og fremst um, at hava greiðar linjur millum alment og privat, so vit fáa eina neyva almenna stýring av oljuvirkseminum og tryggja flest møguligar inntøkur til landið. Optión til eitt alment oljufelag nú, hevði havt ta øvugtu avleiðingina. Vit høvdu ikki kunnað sett somu krøv til skatting og framleiðslugjøld til landskassan og høvdu harvið fingið minni pening til føroysku tjóðina. Vit høvdu fingið eina samanvevjing millum alment og privat. Tað almenna oljufelagið hevði verið beinleiðis uppí í samtøkum við tey stóru altjóða, privatu oljufeløgini. Eitt alment oljufelag hevði tískil fingið stóra ávirkan á oljupolitikkin, men samstundis skuldi tað røkt síni sambond við privat feløg. Tað hevði verið minni gjøgnumskygt, og oljumálastýrið hevði komið í tvístøðu mótvegis einum almennum oljufelag. Harvið kundi eitt alment oljufelag nú merkt, at almenna stýringin gjørdist ógreiðari og vánaligari. Vit skulu dubba okkum Ongin olja er funnin og vit skulu ikki seta okkara framtíðarvónir til oljuna. Vit skulu handla eins og ongin olja er, men fyrireika og dubba okkum eins og nógv olja er. Fyrireikingin á tí tekniska, tí løgfrøðisliga og á skattaøkinum er væl úr hondum greidd, men nú er neyðugt at hava ein greiðan oljupolitikk, ið leggur dent á øll tey viðurskifti, sum óbeinleiðis verða ávirkað, um olja verður funnin og framleidd. Vit skulu nú fyrst og fremst dubba okkum mentanarliga, sosialt og politiskt til at megna avbjóðingina at gera møguliga oljuvinnu til eitt amboð í føroyskari tjóðarbygging. Vandin er, at vit blint trúgva, at olja kann gerast eitt vælsignilsi í sjálvum sær - og tá kann hon skjótt gerast ræðuleiki. Vandarnir og ræðumyndirnar Vandarnir í eini møguligari oljuvinnu eru sjónskir: Sosialt kann oljuvinna skapa ovurstóran klassamun millum vinnubólkarnar. Økismenningarliga kann enn størri klassamunur eisini skapast millum tey ymsu plássini í landinum, har útjaðarin longu í dag er raktur av fráflyting og lítlum, nýggjum virksemi. Á arbeiðsmarknaðinum kann oljuvinna skjótt draga alt útbúgvið fólk at sær, meðan aðrar vinnugreinar verða fyri láglønt og óútbúgvið fólk. Vinnulívspolitiskt kann oljuvinna draga alt verandi og nýtt tænastuvirksemi at sær, so aðrar vinnur verða afturúrsigldar. Búskaparliga kunnu oljupengar yvirhita búskapin og spreingja kostnaðarstøðið bæði fyri tænastur, vørur og húsamarknað. Ojuinntøkur eru undir øllum umstøðum bert avmarkaðar og ótryggar - og tær mugu ikki gerast ein útskiftari fyri blokkstuðulin og harvið ein nýggjur koddi at sova á og berjast við. Mentanarliga er tað ein ovurstór avbjóðing at fáa nýggjar vinnuhættir, nógva útlendska arbeiðsmegi og nýggjar siðir inn í føroyska samfelagið. Hetta setir krøv til okkara skúlar, okkara mál og okkara mentanarlív sum heild. Umhvørvisliga er oljuvinnan ein vandi í sjálvum sær. Men allir hesir vandar kunnu gerast til møguleikar og menning hjá føroysku tjóðini, um vit reka ein veruligan oljupolitikk. Tjóðveldisflokkurin hevur tí sítt boð uppá ein greiðan oljupolitikk. Henning Nicodemussen Oljupolitikkur Tjóðveldisfloksins Endamálið: Tjóðarbygging Olja er avmarkað og ótrygt grundarlag. Møgulig olja og oljuvirksemi skal nýtast til tjóðarbygging, og má tí styrkja samhaldsfestið, nýggja menning og ábyrgd mótvegis komandi ættarliðum. Amboðini: Fólkaræðið Grundlógarfest ogn Føroya fólks: Vit skulu grundlógarfesta, at tilfeingið er ogn Føroya fólks og at møguligt oljuvirksemi og oljuinntøkur, skulu nýtast allari tjóðini og øllum oyggjum okkara at gagni. Grundlógarfest avmarking: Vit skulu grundlógarfesta, at skatta- og avgjaldsinntøkur av hesum felags tilfeingi skulu í búskapargrunn til komandi ættarlið, og at vit bert kunnu nýta renturnar til: a) Íløgur í mentan, útbúgving og gransking b) Íløgur í samferðslu- og samskiftisnetið hjá øllum føroyingum, so at øll pláss verða bundin saman innanhýsis í Føroyum og vit fáa fyrsta floks samband til útheimin Sosial dubbing: Vit skulu grundlógartryggja eitt alment fíggjað heilsuverk og almannaverk, so øll hava somu tilboð uttan mun til inntøku Mentanarlig dubbing: Vit skulu fasthalda eitt spjatt bústaðarmynstur og lóggeva fyri, at tey fastbúgvandi hava rættin til jørð, ognir og lunnindir á staðnum Vit skulu styrkja og samskipa alt okkara almenna skúlaverk, so nútímans útbúgving og eftirútbúgving á føroyskum kjøli stendur øllum ungum og eldri í boði Vit skulu samstarva um útbúgving og gransking við so mong lond, sum gjørligt Vinnulig dubbing: Nei til rakstrarstudning - møguligar oljupengar mugu ikki brúkast sum studningur til aðrar vinnur. Vit skulu leggja karmarnar fyri nýggjum vinnum við íløgum í útbúgving, gransking, samskiftis- og samferðslukervi Spjaða virksemið: Vit skulu áleggja landspolitiskt, at oljuvirksemið verður spjatt kring landið. Einstøk pláss í landinum mugu ikki gerast heft og kollrend av oljuvirksemi - mentanarliga og fíggjarliga - meðan onnur fána burtur í kappingini 1. Skott millum alment og privat Krøv skulu setast vinnuni frá einum sterkum oljumálastýri, sum tryggjar at alt verður gjøgnumskygt og at tað er føroyska fólkaræðið, sum stýrir pengum og broytingum - og ikki umvent Umhvørvis- og tilfeingisumsiting: Vit skulu brúka oljuvirksemi sum eitt fyridømi fyri altjóða tilfeingisumsiting, har tjóðin setur krøv til umhvørvisvernd, arbeiðsumhvørvi, trygd og felags gagn. Lopfjøl til altjóða menning: Vit skulu brúka oljuvirksemi sum lopfjøl til føroyskt vinnulív og føroyska almenna umsiting at fóta sær og vinna sær virðing í altjóða kappingini. Henning Nicodemussen - henning@sosialurin.fo Transocean borar næsta ár Tað verður eitt av heimsins størstu oljupallsfeløgum ella sokallaðu >>rigoperatørum<<, Transocean, sum fer at standa fyri fleiri av komandi boringum á føroyska landgrunninum. Herfyri vitjaðu fýra umboð í Føroyum fyri at lodda dýpið og >>sondera terrengið<<, áðrenn risastóru pallarnir koma inn á føroyskt øki Jan Müller Transocean er stórt og ætlar at gerast enn størri. Tað verður einki minni enn ein oljurisi, tá boripallar tess seta kósina inn á føroyska landgrunnin næsta ár. Í løtuni er felagið í samráðingum við eitt annað borifelag, R&B Falcon um at keypa tað. Høvuðsskrivstovan hjá Transocean SedcoForex, sum felagið eitur, er í Houston í USA, og higani verður tann risastóri pallflotin rikin. Felagið rekur í dag umleið 73 boripallar kring alla verðina, harav umleið 19 arbeiða í Norðsjónum. 8000 fólk eru knýtt at felagnum. Asbjørn Olsen tekur sær av marknaðarføringini hjá felagnum í Norðsjónum og í bretskum øki, eitt nú á Atlantsmótinum, og nú hann fyri fyrstu ferð vitjar í Føroyum, er tað sjálvsagt fyri at finna kundar og viðskiftafólk her til risastóru boripallarnar og tað arbeiði, sum fer at verða knýtt at teimum. Sosialurin hitti hann. Teir arbeiða í umleið 60 londum kring verðina og hava eisini borað fleiri brunnar vestan fyri Hetland seinastu árini. Abjørn Olsen hevur ikki loyvi at siga nakað um, um teir hava verið við til at finna olju á Atlantsmótinum. Vit síggja fram til at byrja í føroyskum øki næsta ár og at bora ein ella tveir brunnar. Boritíðin verður frá sumrinum og út til september-oktober. Transocean hevur júst gjørt leigusáttmála við Statoil um boripallin Sovereign Explorer, ið er væl egnaður til føroyska økið. Ætlanin er at bora ein brunn í írskum øki og ein í antin bretskum ella føroyskum øki. Eingin avtala er gjørd við hinar operatørarnar, men Asbjørn Olsen sigur, at Transocean javnan hevur samband við bæði Agip og Amerada Hess. Tað hevur annars ljóðað, at Amerada Hess ætlar at leiga Transocean Leader frá Transocean til at bora í næsta ár. Stórar peningaupphæddir Tað eru ikki smápengar tosað verður um, tá boripallur skal leigast til at bora á djúpum vatni við Føroyar. Dagsratan liggur omanfyri eina millión kr. Tíðin tað tekur at bora ein brunn her er millum 45 og 75 dagar. At bora ein slíkan brunn man liggja um 20-25 mill. dollarar ella 150 og 200 mill. kr. Ein boripallur kann klára at bora tríggjar brunnar í summarhálvárinum, og Asbjørn Olsen útihýsir ikki møguleikanum fyri at bora fyri fleiri ymsar operatørar við sama palli. Tað er ikki óvanligt, at oljufeløgini fyri at kunna spara nakað, eru saman um at leiga ein pall í einum øki. Uppá fyrispurning hvussu teir vilja fyrihalda seg til føroysku krøvini um, at alt skal um føroyskan bryggjukant sigur Asbjørn Olsen, at teirra uppgáva er at lata ein pall til uppgávuna. Tað verða so undirveitararnir, sum skulu taka støðu til, hvar vørur og tænastur verða keyptar. Trygdin 1. prioritet Uppá fyrispurning um teir fara at seta føroyingar í starv umborð á pallunum, sum fara at bora her, sigur Asbjørn Olsen, at verður hetta eitt krav frá føroyskum myndugleikum, so vilja teir sjálvandi hyggja at tí. - Tað, sum hevur størstan týdning fyri okkum, er sjálvur tryggleikin í sambandi við boringina. Og tá vilja vit so tosa við myndugleikarnar um, hvussu henda treytin kann seymast saman við øðrum krøvum. Tað er politikkurin hjá Transocean, at skulu teir arbeiða í einum øki í longri tíð, so vilja teir royna at hava so nógv lokalfólk, sum teir halda ber til og harvið sleppa undan at skula flyta fólk inn í landið uttanífrá. Men venjing og upplæring er sera umráðandi og her ikki minst í spurninginum um trygdina. 46 mans arbeiða fyri Transocean á einum palli. Haraftat kemur cateringdeildin uppá eini 10-11 fólk. Arbeitt verður í 12 tíma skift. Arbeiðið er skipað soleiðis, at fólkini arbeiða 14 dagar og eru so heima í 14 dagar. Asbjørn Olsenn sigur, at har teir arbeiða er tað er sera umráðandi at hava hotellpláss á landi í sambandi við at manningarnar verða skiftar út. Tað er ikki altíð at tær sleppa við flogfari alt fyri eitt. Hann útihýsir ikki, at verður arbeiði til teir í nógv ár, so kann eisini koma uppá tal at taka pallarnar til lands í Føroyum til umvæling og viðlíkahald. Men tað krevur eisini, at tað verður funnin olja. Kunnu umvæla pallarnar her Undir vitjanini í Føroyum hava tey fýra fólkini frá Transocean eisini hugt at møguligum firðum, sum kunnu hýsa stórum boripallum, og her heldur Asbjørn Olsen, at tað eru firðir, ið hava henda møguleikan. Vit fara at brúka føroyskar vørur og tænastur, um hetta er skilagott og um føroyski ídnaðurin er kappingarførur. Eftir at hava hugt seg um fleiri staðni í landinum ivast Asbjørn Olsen ikki í, at føroysk virki fara at verða kappingarfør. Hvat viðvíkur supplyvirksemi so hoyrir tað til undantakið, at borifelagið sjálvt rekur henda partin av virkseminum. Transocean ger tað í onkrum føri, har teir hava nógv virksemi. Men teir lata tað oftast vera upp til oljufeløgini sjálvi at taka sær av hesum. Undir vitjanini hava Transoceanumboðini eisini hugt eftir tyrlupallum og heldur Asbjørn Olsen fyri, at tað er eitt ynski, at tað finst ein størri tyrlupallur í ella uttan fyri Havnina, soleiðis at tað ber til at fáa sjúklingar ella skadd fólk av pallinum og skjótt á sjúkrahús. Tað hann hugsar um er eitt landingarpláss, sum kann taka stórar tyrlur. Asbjørn Olsen ivast sjálvur ikki í, at føroyingar fara at megna at byggja eina oljuvinnu upp. Hann hevur lagt til merkis, at ein sokallað >>entreprenørspirit<< eyðkennir føroyingar, nakað, sum man kanska ikki sær so oftani í Noregi og aðrastaðni í Norðurlondum, og tað hevur stóran týdning, tá tú skal menna eina slíka vinnu. Undir vitjanini í Føroyum hittu umboðini fyri Transocean m.a. formannin í Fiskimannafelagnum, tey vitjaðu á Vaktar- og Bjargingartænastuni, hjá Poul Hansen, heilsølu, á Oljufyrisitingini, har Eyðun Elttør var vertur. Eisini stukku tey inn á gólvið hjá vinnumálaráðharranum. Høvið var eisini at hitta umboð fyri Eimskip. Áðrenn farið varð avstað gekk leiðin inn í Eysturoynna, har Jákup Lamhauge, bygdaráðsformaður var vertur. Eisini gekk leiðin til KJ-Hydraulik á Kambsdali. Henning Nicodemussen Føroyskt oljumál Jóhan Hendrik W. Poulsen Nú ið oljuvinna á føroyskari landleið eftir øllum líkindum stendur fyri durum, man mangur spyrja seg, hvørji árin hon man fara at hava á mál okkara. Ivaleyst er, at enskt mál er hitt ráðandi í hesi stórvinnu, og vandi man tí vera fyri, at sonn óløgi av enskum >>oljuorðum<< fara at leggja inn yvir føroyskt mál, verður ikki av álvara roynt í tøkari tíð at >>byggja borð fyri báru<<. Har fer at hvíla stór og tung ábyrgd á teimum, ið bera skulu tíðindi frá oljuvinnuni í fjølmiðlum okkara, bæði bløðum og loftmiðlum. Men hvørki er væntandi ella krevjandi av hvørjum einstøkum, at hann ella hon skal duga at lofta sær í øllum førum og av sær sjálvum finna á rætt orð og heiti. Her krevst meiri av miðvísum málrøktarstarvi og skipaðum arbeiði bæði av vinnulívsfólki og málkønum at finna og skapa hóskandi føroysk orð og heiti at seta í staðin fyri hini fremmandu, ella har tað ikki ella illa gerst, tá at geva neyðugum tøkuorðum slíkt skap og snið, at tey samtykkja væl við mál okkara í ljóði og bending. Her kunnu vit læra av tí, sum norðmenn gjørdu, tá ið teir á sinni fóru at vinna út olju til havs. Hetta var tíðliga í áttatiárunum. Teir søktu sær sum vera man vitan og lærdóm um hesa nýggju vinnu úr Amerika, sum fremst var á hesum øki, og eyðvitað fylgdi hitt enska málið við hesum lærdómi. Mangur óttaðist fyri, at árinið á norskt mál fór at vera tí sum frá leið til stóran skaða, og eisini varð hugsað um trygdina úti á boripøllum, sum málslig misfatan kundi sett í vanda. Eisini er har sum her og aðrastaðni millum málrøktarfólk ein ávísur ótti fyri, at enskt mál ger seg meir enn gott er inn á heimamálið. Málfrøðingar og tøknifólk tóku sær tískil um reiggj og stovnaðu í 1983 ein orðabanka - Norsk termbank - við lærda háskúlan í Bergen. Eg havi fyri mongum árum síðan verið inni á gólvinum har og var ikki lítið hugtikin av at síggja teir mongu hillametrarnar við oljuorðatilfari. Nú er hetta og tað, sum eftirsíðan er komið afturat, eyðvitað alt gjørt teldutøkt og er atgongt haldarum á veraldarvevinum, men ein sýnisgrunnur er øllum opin á www.hit.uib.no. Hvat gerst so hjá okkum? Eru vit til reiðar málsliga at taka móti hesi nýggju vinnu, sum á so mangan hátt fer at broyta, um ikki kollvelta, lív okkara og tilveru her á landi? Eg veit av, at á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum verður arbeitt við at gera eina føroyska tøkniorðabók, og eyðvitað verða har mong oljuorðini tikin uppí ímillum øll onnur tøkniorð, og við teimum ráðum, sum nú eru til taks, fer at bera til eftir ongari løtu at leita fram tey oljuorð, ið tørvur er á á hvørjum sinni. Annars ber til at siga, at evnið er longu rættiliga væl mýkt málsliga í ymsum ritum og álitum. Her er eitt nú at nevna Fyrireikingar til oljuleiting - frágreiðing frá Oljuráðleggingarnevnd landsstýrisins (1997). Eisini í vanligari umrøðu í bløðum og øðrum fjølmiðlum er fitt av orðatilfari komið til lívs, t.d. veitingarskip `supply vessel` og atstøðuskip `standby vessel`. Minnist meg rætt, var tað í samrøðu millum blaðstjóran og undirritaða, at í kom heitið Atlantsmót á teirri leiðini, sum á enskum nevnist Atlantic Margin. Meðan navnagáva er høvd við orði, er at gera vart við, at alneyðugt er at hava góðan ans og smakkvísi, tá ið leitingarleiðum verða givin nøvn. Eg varð ikki lítið bilsin, tá ið eg sá í einum av bløðunum herfyri, at Svínoy verður fyrsta oljuleiðin, og henni á baki koma Kunoy og Kalsoy. Hetta er eftir mínum tykki sera óheppið, tí tað er at gera seg inn á nøvn, ið tey fólk, í hesum oyggjum búgva og onnur við, hava sterkar kenslur fyri. Og so er tað møguleikin fyri misfatan, sum vit mega ikki vera blind fyri - hugsi um sorgarleikin við jólaskipinum á sinni, tá ið Fuglefjord og Fugløfjord komu í bland. Ikki er tað beint at lata fremmand oljufeløg seta nøvn á eftir egnum tykki. Her kundu vit eisini lært av norðmonnum og dønum, ið hava sera fjølbroytt nøvn á oljuleiðum sínum, m.a. við rót í søgu og søgnum. At enda loyvi eg mær at skjóta upp, at oljumálastýrið setur nevnd av oljukønum og málkønum til at savna orð og heiti í sambandi við oljuvinnu og javnan at evna til nýggj orð, so hvørt sum tørvur er á teimum. Tað er tað minsta, ið vit skylda máli okkara, skal tað heilskapað kunna taka móti teimum avbjóðingum, henda nýggja og vónandi gagnliga vinna hevur at seta. Henning Nicodemussen Hvussu nógv skal nýggja ríkidømið kosta? Torleivur Mikkelsen stjóri í Tor Shipping Flestu føroyingar hava upplivað ta kensluna, tá ið komið verður aftur av ferð uttanlendis, tað verið seg sjó-/ella loftvegis, at tað er gott at koma heim aftur. Frískligt fyri andanum, vakurt fyri eygunum. Her, ið vit eiga heima, er reint og vakurt, og hetta má ikki verða oyðilagt, sama hvør tann ídnaðarliga menningin verður. Hetta er okkara land. Ljóðar kanska eitt sindur kroyst, tá ið nú lynnt er undir ídnaðarligum stórfyritøkum her á landi. Men hinvegin - skúgva vit kenslunar fyri landinum til viks, kann tað verða til óbótaligan skaða fyri okkum øll. Fær peningurin ótamt vald kann tann girndin týna okkara nátturu eirindaleyst og dálka so, at hvørki fólk ella fæ fáa livilíkindi aftur her. Vit hava boðið teimum stóru vælkomnum, teimum, sum krevja nógv av øllum, teimum, sum ongantíð nevna tøl undir milliardina, teimum, sum krevja rúmar ræsur, og teimum, sum dagliga stýra túsundtals av fólkum. Tá ið vit so hugsa um, at einans 46.000 manna hetta samfelagið, og at alt samfelagið megnar at gjalda slakar 3 milliardir til samans í skatti og avgjøldum árliga, tá er ikki løgið, at ein hveppur seg við avbjóðingarnar, sum standa fyri framman. Vit verða - so ella so - finnur í stórfyritøkunnar valdi, nógv verða áskoðarar, nógv sleppa ikki upp í part og kanska verða nógv tap í kjalarvørrinum. Eitt, sum vit treytaleyst mugu tryggja okkum, er, at alt, ið gerast kann, verður gjørt fyri at tryggja okkara land, sjógv og luft ímóti ídnaðarligari dálking. Tí vara vit av í felag, sama hvussu handilsliga og peningaliga býtið verður. Vit eiga enn ein av teim síðstu reinu og nærum óspiltu plettunum á jørðini. Sum ein av teimum føroyingum, ið síðstu tíggju árini hevur fylgt væl við, so hvørt leikur er farin í fyrireikingunum til komandi oljuvinnuna, so kann ein taka fult undir við fyrilestrarhaldarunum á Føroya Handilsskúla, mikukvøldið 4. oktober, sum OLJUTINGIÐ stílaði fyri. Felags fyri fyrilestrarhaldararnar var, at teir allir tosaðu um týdningin av at halda heilsu, umhvørvi og trygdina í hásæti. Embætisfólk og politikarar hava smíðað lóggávu, sum hevur til endamáls at tryggja, at so rætt verður farið fram sum til ber. Lóggávan roynir m.a. at tryggja, at føroyiingar sjálvir fara at standa fyri inn- og útflutningi í sambandi við hesa vinnu, og at ein í stórst møguligan mun nýtir føroyskar tænastur, slíkt, ið eg meti vera góð stig, sum eru við til at tryggja, at vit ikki missa tamarhaldið. Fleiri føroysk feløg hava funnið sær samstarvsfelagar og hava stovnað joint-venture feløg, fyri at kunna standa sterkari, men ikki minst at fáa sær vitan um hesa vinnu, bæði sjó-/land-/ og loftvegis. Skilagóð tiltøk, tí tað er so ómetaliga lítið, ið føroysku feløgini hvørt í sínum lagi kunnu gera sjálv, og tað er tí ongin yvi um, at samstarv og samskifti mugu teljast millum lyklaorðini, tá ið okkara umhvørvi skal tryggjast sum best framyvir. Henning Nicodemussen Oljan og føroyskt vinnulív Kjartan Hoydal Nevndarformaður í Atants Kolvetni 17 august 2000 fingu vit úrslitini av fyrsta føroyska útbjoðingarumfari. Ein sera spennandi løta í føroyskari vinnulívssøgu. Vit síggja eina nýggja menning av føroyskum vinnulívi, hóast vit enn onga vissu hava fyri, at kolvetni, sum tað loysir seg at vinna handilsliga, verður funnið. Føroyska miðfyrisitingin, Oljumálastýrið, var samstundis uppi til altjóða próvtøku og stóð seg sera væl. Hesin spennandi parturin hevur ikki verið nógv viðgjørdur í fjølmiðlunum. Tað er sum føroyski almenningurin ikki enn hevur fatað teir stóru møguleikarnar, sum ein komandi oljuvinna hevur við sær, og tann týdning hon kann fáa fyri føroyskt vinnulív og fyri vælferðina í Føroyum komandi árini. Kanska er viðmerkingin hjá tí størsta oljufelagnum, sum fekk øki í fyrsta umfari, BP, vert at endurgeva. Í Press and Journal 18. august, verður ein stjóri í felagnum, Peter Rattey, endurgivin fyri at siga: Tey øki, sum eru veitt í dag eru millum tey mest lokkandi í heiminum. Hetta er atgongd til møguleikar í heimsklassa í dag. Onkrar greinir hava tó verið, sum viðgera hesa serliga hending í føroyskari menningarsøgu. Privati kapitalurin sigraði einsamallur í oljumálinum Hetta var yvirskriftin í eini grein í Sosialinum at 29 august. Niðurstøðan hjá greinskrivaranum var, at við at lata privatum oljufeløgum loyvini í fyrsta útbjóðingartilfari, hava vit avreitt ogn hjá Føroya fólki. Í greinini verður sagt >>at føroysk oljuáhugamál eru ikki longur almenn, sum politikarar skulu taka sær av.<< Ein rættuliga løgin viðmerking í einum samfelag, við tí búskaparligu skipan, sum Føroyar hava og ein óvæntað meting av møguleikunum hjá landsins myndugleikum at skapa vinnuligar karmar her á landi. Royndirnar seinastu nógvu árunum og serliga í kreppuni í 90'unum átti at hava lært føroyingar, at smálutastýring frá almennari síðu í virksemi, sum verður dyggari og betur rikið undir marknaðartreytum, er ikki til frama fyri vælferðina í Føroyum. At leikluturin hjá politisku myndugleikunum er at skapa tryggar karmar um vinnuligt virksemi, har privatur kapitalur og ikki skattgjaldarin, tekur bæði váðan og møguleikan fyri vinning, sum altíð er til staðar. Hitt almenna hesur aðrar inntøkumøguleikar, sum ikki krevja váðafúsan kapital og her ráða politisku myndugleikarnir við ábyrgd mótvegis veljarunum. Fyrsta útbjóðingarumfar er eftir mínum tykki ein av mest væleydnaðu royndunum í Føroyum at skapa karmar um eina nýggja vinnu, sum bæði gevur pláss fyri menning og virksemi undir vanligum handilsligum treytum, og við avgjalds- og skattalóggávu tryggjar at samfelagið fær sín rímiliga part. Hvussu skulu loyvini at bora eftir olju latast Formaðurin óg skrivarin í Búskaparráðnum hava reist henda spurning í almennum høpi. Í eini grein herfyri høvdu teir m.a. hetta at siga. Kenda náttúruríkidømið, sum kann geva búskaparligt íkast, er vaksið munandi um okkara leiðir seinastu árini. Hóskandi alisjógvur fekk nústaðni búskaparligt virði fyri fáum árum síðani. Kolvetni so sum olja og gass eru beint nú vorðin ein møguleiki, sum vinnuligur rakstur nú er í. Fiskur hevur verið tað í øldir, meðan jørðin hevur verið minkandi í tign í langa tíð. Sum tøknin vinnur fram, ella kanska so hvørt sum nøgdin av øðrum tilfeingi minkar ella gerst dýrari, kunnu nýggjar keldur koma undan kavi, sum hava búskaparligt virði. Hvør eigur so av røttum at fáa gagnið av ríkidøminum, sum er um okkara leiðir? Tað eigur samfelagið sum heild. Vit skulu ikki bara syrgja fyri at borgararnir allir hava sama rætt til at fáast við tilfeingisvinnu, vit skulu eisini lata atgongdina til tilfeingi fyri tann prís tað til eina og hvørja tíð hevur. Til at tryggja at prísurin er tann rætti, er kapping á jøvnum føti um atgongdina oftast tann rætti mátin. Atgongdin til fiskiskap, aling og oljukeldur eigur at verða seld tí, sum kann lata mest fyri atgongdina, so at restin av samfelagnum fær sum mest í sín part fyri ognarrættin til ríkidømið. Hetta er higartil ikki gjørt í nøkrum av tilfeingisvinnunum - fiskiskapi, alivinnu ella oljuvinnuni. Orðaskifti, um hvør skal eiga ágóðan av loyvum, sum almennir myndugleikar geva, er í øllum londum rundan um okkum. Í Íslandi hevur sonevnda Auðlindanefndin, tilfeingisnevndin, júst lagt fram frágreiðing og tilmæli um hesar spurningar. Í fleiri londum eru rættindi til loftmiðlar seld á uppboði til høgan prís. Í Noregi ætlar stjórnin at selja aliloyvi í einum nýggjum umfari. Men tað er ikki rætt, at oljuloyvini eru latin fyri einki. Tað var eitt útbjóðingarumfar, hóast ikki eitt vanligt uppboð, har hægsta boðið í peningi fekk loyvið. Men krøv og ein ein prísur var bundin at loyvinum, sum føroyskir myndugleikar hava sett og kundu meta um. Eftir teimum loyvistreytum, sum føroyskir myndugleikar hava ásett, hevur tað samtak Atlants Kolvetni er partur av, Faroes Partnership roynt at geva tað besta tilboðið. Í hesum tilboðið hava serkunnleiki, dugnaskapur og vitan ein stóran leiklut, men har eru so sanniliga eisini pengar. Faroese Partnership gjørdi sær serligan ómak at geva krøvunum um føroyska luttøku í virkseminum innihald. Tey uppskot um førleikamenning og annað, sum fylgdu við umsóknini eru bindingar fyri eina tveysiffrað millónaupphædd verd næstu 6 árini. Fyri at kunna søkja eru keyptar seismiskar mátingar, sum í virði eru millum 100 og 200 mió kr. Samtakið hevur haraftrat bundið seg til eitt kanningar fyri fleiri hundr -að mió. kr., sama um olja verður funnin. Vinnulívið hevur tikið stigið Oljutíðin er byrjað í Føroyum, hóast olja enn ikki er vunnin á føroyska landgrunninum. Sum tað verður sagt í grein hjá Kjartaní Kristiansen herfyri: Møguleikarnir liggja í, at frálandavinna við Føroyar kann geva føroyskum fyritøkum tiltrongda høvið til at menna seg úr handaligum framleiðslu- og tænastuvirksemi í hátøkniligt tænastu- og menningarvirksemi. Úr virksemi, sum gevur lágt og svikaligt meirvirði, í virksemi við høgari meirvirðisøking. Úr virksemi, sum dúvar upp á ófaklærda arbeiðsmegi, sum er nøgd við óstøðug arbeiðspláss, í virksemi, sum bert kann klára seg við dugnaligari leiðslu og arbeiðsmegi, sum støðugt er í útbúgving og setir krøv um eggjandi arbeiðsuppgávur. Atlants Kolvetni er føroyskt oljufelag við 2000 føroyskum partabrævaeigarum og einum kapitali, sum nærkast 50 mió. Tað samtakið, sum Atlants Kolvetni er partur í "Faroes Partnership", hevur lagt sera stóran dent á, at eitt komandi oljuvirksemi skal rótfestast í Føroyum í samvinnu við føroyskt vinnulív. Í samband við fyrsta útbjóðingarumfarið, fer Atlants Kolvetni at broytast til veruligt oljufelag. Serkunnleiki skal útvegast við at seta fólk og virksemið skal grundast so væl sum møguligt á hetta fyrsta útbjóðingarumfar, seinni umfør og teir møguleikar yvirhøvur, sum eru innan oljuvinnuna. Við oljuvinnuni er altjóðagerðin komin beint inn í føroyskt vinnulív, og hevur harvið hvest møguleikarnar at standa seg í kapping í altjóðahøpi um virðisskapan og tað dugnaliga fólkið. Privat ella alment ? Orðaskiftið um oljuvinnan skal vera á privatum ella almennum hondum er heldur óvæntað. Royndirnar í Føroyum av politiskari smálutastýring av vinnuvirksemi eru ikki góðar, og fóru fyri tað mesta fyri bakka í nítiárunum og hevur hetta millum annað ført til, at rakstrarstudningur er at kalla avtikin av politisku myndugleikunum og lønsemið, serliga í fiskivinnuni er vaksið munandi. Royndirnar at lata vinnuna standa á egnum beinum innan greiðar lógarkarmar eru væleydnaðar. Alivinnan er bert eitt dømi um hetta. Uppskotið hjá búskaparfrøðingum um at tryggja, at loyvini ikki vera býtt út eftir politiskum avgerðum, men við at lata vinnurekandi bjóða upp á loyvini hevði verið enn eitt stig á leiðini, at gera føroyskar fyritøkur kappingarførar. Hetta er longu hent innan oljuvinnuna. Tá føroysk vinnulívsfólk settu á stovn Atlants Kolvetni, høvdu tey í huga tað, sum Oljuráðleggingarnevndin hevði sagt um eitt alment oljufelag. Orsøkin til at Oljuráðleggingarnevndini gjørdi fitt burtur úr einum almennum oljufelag, var, at hon ikki helt tað vera sannlíkt, at privat feløg í Føroyum megnaðu at tryggja føroyska luttøku í oljuframleiðslu. Atlants Kolvetni hevur gjørt eina samanbering millum hvussu avís endamál kunnu røkkast við einum almennum og einum sterkum, privatum, føroyskum oljufelag. Sum tað sæst, megnar eitt privat felag at nøkta at kalla øllum teimum samfelagsligu málum, sum oljuráðleggingarnevndin helt skuldu setast. Fyri teir, som stovnaðu Atlants Kolvetni, hevði tað harafturat stóran týdning, at virðisskapanin í einari møguligari oljuvinnu kundi kasta av sær til føroyskar fyritøkur, skapa meira íløgukapital og við hesum gera støðið undir føroyskum vinnulívi sterkari og meira fjølbroytt. Niðurløga Tað hevur avgerandi týdning fyri framtíðar føroyska vælferð, at vit hava eitt fjølbroytt, livandi vinnulív, sum stendur seg í tí hørðu kappingini í heiminum. Tey stóru oljufeløgini tykjast sera bjartskygd um møguleikarnar undir Føroyum. Stóri áhugin fyri fyrsta útbjóðingarumfarinum stórum altjóða oljufeløgum og orð sum "world class primary acreage" vísa, at vit helst eru nærri einari beinleiðis framleiðslu av olju undir Føroyum, enn tey flestu gáa um. Men sama um tað eydnast at finna kolvetni, sum kann vinnast í fyrstu atløgu, so er vinna í samband við oljuvirksemi komið fyri at vera og fer at leggja lunnar undir vøkstri í føroyskum vinnulívi og føroyskari vælferð í komandi tíð. Henning Nicodemussen Oljuvinnan kann eisini verða fyri útjaðaraøkini Jákup Egholm Hansen stjóri, Viking Shipping Síðani tað av álvara varð settur skjøtul á fyrireikingarnar til eina føroyska oljuvinnu, hevur ein stórur partur av innanhýsis føroyska tjakinum snúð seg um, hvar ein møgulig oljuútgerðarhavn skal liggja. Fyri ymsu økini, ið hava bjóðað seg fram er hetta sjálvandi ein týðandi spurningur, men samstundis tykist tað sum at júst hesin spurningur hevur kávað útyvir aðrar møguleikar innan oljuvinnuna, og tað er spell, tí ein komandi oljuvinna í Føroyum er meira enn spurningurin um plasering av eini útgerðarhavn. Vágoyggin, sum framvegis kann metast sum partur av útjaðaraøkjunum í Føroyum, inntil fasta sambandið undir Vestmannasund er veruleiki, kemur at fáa ein sjálvskrivaðan lut í oljuvinnuni ígjøgnum tann partin, sum ein oljuvinna kemur at ávirka virksemið á tí almenna flogvøllinum. Tað verið seg flutningur av fólki og útgerð bæði til og frá útlandinum, og við tyrlum til og frá oljupallum. Men privata vinnulívið í Vágoynni ætlar sær eisini at fáa lut í eini komandi føroyskari oljuvinnu. Vinnulívið í Vágoynni er fyri ein stóran part knýtt at fiskivinnuni, bæði á nær- og fjarleiðum, men seinastu árini hevur okkurt skipið eisini hildið seg framat sum vaktarskip við boripallar í Norðsjógnum og í Ermasundi. Og fyri nøkrum mánaðum síðani var eisini almannakunngjørt, at stovnað var eitt nýtt felag - Viking Shipping - sum var úrslitið av eini samstarvsavtalu millum eitt felag í Vágoynni og eitt norskt reiðarí, sum eigur fleiri supply-, standby- og onnur sergjørd skip ið hava virkað innan oljuvinnuna í Norðsjógnum í nógv ár. Hetta slagið av virksemi - t.v.s. skip - er ikki knýtt at einum ávísum stað, men skipini fara hagar sum uppgávurnar eru. Og tað er júst grundtankin hjá føroyska partinum í hesum samstarvinum, P/F Samvinnufelagið í Sandavági, at sjálvandi kann privata vinnulívið í Vágoynni fáa lut í oljuvinnuni sjálvt um ein oljuútgerðarhavn ikki liggur í Vágunum - m.a. við at fara inn á tænastuveitingar til oljuvinnuna við skipum. Og sama ger seg galdandi fyri onnur útjaðaraøkir í Føroyum. Slíkar hugsanir og møguleikar at menna útjaðaraøkini eiga føroyskir politikkarar at geva eins stóran gætur, sum spurningurin um oljuútgerðarhavnina hevur fingið. Og fyri Vágoynna, hvørs privata vinnulív í so stóran mun er tengt at fiskivinnuni, vildi luttøkan í skipavirkseminum innan oljuvinnuna, verið við til at skapt eitt fjølbroyttari og minni viðbrekið vinnulív. Tí vóna vit, at eisini oljufeløgini eru sinnað at vísa slík atlit, tá tey skulu gera avtalur við føroyskar undirveitarar á teim ymsu økjunum, har møguleiki er til tess. Henning Nicodemussen Samstarv er lykilin Uppbygging av einum offshore-skipaflota krevur samstarv innanlands millum reiðaríir, myndugleikar og manningarfeløg, og eisini við útlendsk feløg Jákup Egholm Hansen stjóri, Viking Shipping Komandi føroyska oljuvinnan setir bæði almennum myndugleikum og privata vinnulívinum krøv av slíkum slag, sum ikki áður hava verið aktuell í Føroyum. Millumlanda samstarv við grannalondini um tilbúgving og onnur viðurskifti er neyðugt og av avgerðandi týdningi fyri trúvirði hjá Føroyum sum oljuframleiðsluland. Fyri privata vinnulívið eru møguleikarnir í eini oljuvinnu stórir, men samstundis má ásannast, at >>gáttin<< inn í oljuvinnuna er sera høg. Avbjóðingarnar og krøvini við at fara inn í oljuvinnuna eru stór - so stór, at eisini her er í nógvum førum neyðugt við samstarvi við vinnulívið í grannalondum okkara. Støðan hjá føroyska vinnulívinum at fara inn í skipavirksemi í samband við oljuvinnuna kann ikki samanberast við tá t.d. norðmenn byrjaðu sítt virksemi. Alt var nýtt tá; kappingin um skipavirksemi var sera avmarkað, og tað var meira ein spurningur um hvør hevði dirvi og nóg mikið av peningi at satsa uppá nakað so nýtt og ókent. Síðani tá er nógv broytt, og í dag er offshore-skipavirksemi í m.a. Noregi ein sera framkomin vinna, samstundis sum tað við árunum eru blivin færri men nógv størri eindir/feløg. Henda støða merkir stutt sagt, at um føroysk reiðaríir ætla sær at bjóða kappingarneytum í grannalondum av innan offshore-skipavirksemi, heldur enn at samstarva, eru vit fleiri banalongdir aftanfyri longu áðrenn startskotið er latið av. Innan skipavirksemi í samband við oljuvinnuna henda í løtuni ógvusligar broytingar, við risastórum íløgum, sum bert stór og peningasterk feløg megna. Gongdin ber meira og meira tann vegin, at oljufeløgini heldur velja stór, kombineraði skip, sum kunnu loysa bæði flutnings-, bjargingar- og seruppgávur, enn at leiga smærri og eldri skip. Harumframt eru nýggjar uppgávur, sum t.d. kápullegging um høv, blivin ein partur av virkseminum hjá flestu stóru reiðaríum, sum virka innan oljuvinnuna. Hetta hevur ført til eina ógvusliga øking í ordrum av nýbygningum hjá skipasmiðjum, og sambært altjóða skipsmeklaravirkjum eru í løtuni 33 slík skip í ordra, og talið veksur mánaða fyri mánaða. Talan er í flestu førum um skip í prísklassa frá omanfyri 100 mill. til fleiri hundrað mill. Givið er tí, at skulu føroysk reiðaríir nakrantíð fáa fótin innum í hesa peninga-krevjandi vinnu og skapa sær eina framtíð har, kann tað einans gerast í samstarvi við útlendsk feløg. Tað er heldur ikki nóg mikið bert at miðja ímóti at fáa uppgávur í føroyskum sjógvi, men neyðugt er at verða við á ørðum leiðum eisini. Men, sum tikið verður til, >>vit skulu læra at grulva, áðrenn vit byrja at ganga<<, og tí skal byrjast onkunstaðni. Tað er tí umráðandi, at føroyskir myndugleikar gjølliga fylgja upp ásetingunum um >>føroyskan kajkant<< og føroyska luttøku mótvegis oljufeløgunum, soleiðis at oljufeløgini geva føroyskum reiðaríum møguleika at koma innum >>gáttina<< og byrja at >>læra at grulva<<. T.d. eiga føroyskir myndugleikar at umhugsa, um operatørar skulu fáa loyvi at lata útlendsk standby-skip fylgja við teimum pallum teir leiga til leitiboringar á føroyskum øki, um so er at operatørarnir kunnu keypa hesa tænastu frá føroyskum feløgnum. Hinvegin er tað ikki minni umráðandi, at føroysku reiðaríini taka upp neyðugt samstarv við útlendsk feløg, soleiðis at føroysku feløgini eisini kunnu lúka krøv til trygd, góðsku o.a., og loysa tær uppgávur, sum oljufeløgini av røttum krevja. Stóra útskiftingin av skipum, sum fer fram hjá offshore-reiðaríum í londunum uttanum okkum, ger, at møguleikarnir at útvega brúkt skip í vissan mun eru til staðar. Føroysk reiðaríir megna ikki at keypa ella byggja skip fyri fleiri hundrað mill. krónur, og neyðugt er, at føroyskir myndugleikar hava hetta í huga, tá teir skulu geva innflutningsloyvi til brúkt skip til oljuvinnuna. Eisini mugu myndugleikarnir ansa eftir, at operatørar ikki sleppa at skúgva slík brúkt føroyskt skrásett skip til viks, bert tí at teir hava møguleika at leiga okkurt nýggjari og størri skip frá onkrum útlendskum felag í staðin. Tí er eisini umráðandi, at Skipaeftirlitið verður yvirtikið skjótt, soleiðis at tað ber føroyskum myndugleikum til sjálvir at stýra gongdini og teim krøvum, ið sett verða einum føroyskum offshore-skipaflota í tí uppbyggingarfasu sum vónandi er við at byrja av álvara nú. Hervið er sjálvandi ikki sagt at trygd og umhvørvi skal setast í vanda At enda er tað ikki minni umráðandi, at allir partar í hesi vinnu - t.v.s. bæði reiðaríir, manningarfeløg, myndugleikar o.s.fr. - í hesi uppbyggingarfasuni, vísa sær hógv og samstarva á ein rímiligan og siðiligan hátt, tí uttan eitt sindur av sjálvrannsakan og sjálvkritikki koma Føroyar ongantíð at fáa ein offshore-skipaflota ið kann mátast javnt við teir hjá grannalondum okkara. Henning Nicodemussen Vælútgjørd skip til harðbalna Atlantsmótið Jan Müller Millum feløgini, sum hava fingið leitiloyvi á landgrunninum man bretska BP vera eitt tað felagið, ið liggur best fyri, ikki minst nú hugsað verður um, at BP er operatørur fyri bæði framleiðandi oljufeltini skamt frá markinum, Foinaven og Schiehallion. BP hevur longu drúgvar royndir frá Atlantsmótinum og hevur felagið ætlanir um at knýta virksemi sítt hinumegin markið uppí komandi leiting við Føroyar. Hetta hava vit longu sæð dømi um. Eitt nú tá nýggja supplyskipið High Spirit var á Havnini. Skipið liggur fast rundan um heimsins størsta framleiðsluskip, Schiehallion á feltinum við sama navni. Endamálið við hesi vitjanini var at skifta manning. Teir 13 menninir umborð fóru við flogfarinum til Bretlands, meðan aðrir 13 komu úr Bretlandi at loysa teir av. Tað er ikki so langt síðani, at hitt nýggja hjálparskipið Grampian Frontier, sum hevur støð rundan um Petrojarl Foinaven, var á Havnini í somu ørindum. Tað er greitt, at hesi skip, sum eru í shartur hjá BP leggja leiðina henda vegin fyri at vísa flagg. BP vil vísa, at tað kann brúka føroyskar tænastur tvs. í hesum føri føroyskan flogvøll til manningarskift. Spurningurin er so, hvussu hetta verður í framtíðini. Herfyri úttalaði BP-stjóri seg til Sosialin, at møguleiki er fyri, at hjálpar- og vaktarskipini á oljufeltunum skamt frá føroyska markinum kunnu fara at sigla uppá føroyska útgerðarhavn heldur enn at fara til lands í Hetlandi ella Skotlandi. Sosialurin vitjaði umborð á Highland Spirit, tá skipið varð á Havnini herfyri. Vit vórðu so hepnir at støkka inn í skiparakamarið um tað mundið, at nýggi skiparin, sum júst varð komin við flogfari til Føroya, loysti starvsbróðurin av. Teir arbeiða báðir hjá stóra útgerðarfelagnum Golf Offshore, ið eigur ikki færri enn 35 oljuútgerðarskip, harav trý sokallað >>multipurposeskip<<, tvs. skip, ið kunnu útinna nógvar ymsar uppgávur so sum at vera vaktarskip, hjálparskip og supplyskip alt í senn. Hetta er sama konsept sum hitt skipið á Atlantsmótinum, Grampian Frontier. C. Taylor hevur verið við skipinum øll trý árini teir hava ligið hjá stóra Schiehallion framleiðslu-skipinum (FPSO) Hann veit, hvat tað vil siga at arbeiða í slíkum farvatni, har størstu aldurnar kunnu gerast 26 metrar høgar. - Tú skal sjálvandi venja teg til hetta, men nú er tað so normalt fyri okkum. Her er eingin vandi á ferð sigur C. Taylor, sum ikki heldur, at ringi sjógvur, ið Schiehallion skipið fekk fyri tveimum árum síðani, er nakað, sum fer at endurtaka seg. Nú teir kenna umstøðurnar hava teir eisini innrættað seg eftir teimum og tryggja, at tað ikki hendir nøkur vanlukka av ódnarveðri. Hvat umhvørvinum og møguliga dálking viðvíkur, so heldur C. Taylor ikki, at føroyingar hava nakra orsøk til at bera ótta, nú leiting skal byrja her um eitt ár. Nú arbeiði eg ikki hjá BP men kann tó siga, at BP tekur umhvørvisspurningin í størsta álvara. Vit spurdu C. Taylor, hvat hann sigur til ætlaninar, sum hava verið frammi hjá BP um at skifta supplyskipini út við standbytyrlur! Vit minnast øll, hvussu gekst við Piper Alfa pallinum, sum eldur kom í. Sjálvur haldi eg ikki, at tyrlur klára nógv í slíkari vanlukkustøðu á sjónum og tí kann eg bert siga sum gamal supplymaður, at hesi skipini eru besta trygdin, um ein vanlukka skuldi hent, sjálvandi kombinerað við eini munadyggari tyrlutænastu. Henning Nicodemussen Útbúgvingarlig tilbúgving til oljuvinnuna Hans Pauli Joensen deildarleiðari á Fróðskaparsetri Føroya Føroyar hava nú stigið inn um gáttina til oljuvinnuna. Enn er hurðin bert komin á glopp, men vónir eru um, at hon kemur á víðan vegg og at funnar verða keldur, ið kunnu stuðla og menna føroyska búskapinum. Men tað tekur tíð at koma longur fram á leiðini, og hana kunnu vit brúka til at tilbúgva Føroyar og føroyingar til at taka ímóti avbjóðingum, sum koma við oljuvinnuni. Ein av hesum avbjóðingunum er at verða til reiðar við teimum røttu førleikunum. Útbúgvingartørvir Oljuvinnuni - og infrastrukturinum kring hana - tørvar tænastur og fólk við so at siga øllum útbúgvingum og førleikum. Og sum í øðrum vinnum eru ymisk útbúgvingarkrøv til ymisku størvini. Summi krevja langar útbúgvingar, onnur styttri málrættað verklig skeið. Í fyrra førinum er neyðugt at byrja fyrireikingarnar í góðari tíð, meðan fyrireikingarnar í seinna førinum tørva styttri tíð. Útbúgvingarpolitikkur Útbúgvingarætlanir áttu at verið skipaðar í Føroyum eftir einum leisti fyri, hvussu og í hvønn mun føroyingar ynskja at gera seg galdandi í oljuvinnuni. Enn er tó ongin yvirornaður politikkur um menning av føroyskum førleika við atliti at oljuvinnuni. Tíðliga í 1996 kom eitt álit um oljuútbúgvingar frá eini >>oljuútbúgvingarnevnd<<, ið landstýrismaðurin í skúlamálum hevði sett. Í álitinum vóru tilmæli um útbúgvingar á ymiskum stigum, og metingar vórðu gjørdar um, hvørjum útbúgvingum tørvur er á í teimum ymisku skeiðunum, ið oljuvinna verður liðað sundur í frá tí hon byrjar til hon riggar av. Men í tvey-binds álitinum frá útbúgvingarpolitikknevndini >>Føroyskur førleiki<<, sum kom í 1999, eru ongi tilmæli um útbúgvingar við beinleiðis atliti at oljuvinnuni. Grundútbúgvingar Í samband við eina og hvørja útbúgvingarætlan er umráðandi, at støðið er sett eftir altjóða krøvum. Hetta ger seg ikki minst galdandi fyri útbúgvingar til oljuvinnuna, sum í útgangspunktinum er ein altjóða vinna. Tað ber kanska til at seta politisk krøv um, at føroyskar tænastur og arbeiðsmegi fáa >>atgongd<< í oljuvinnuni, men hetta er bert rímuligt um so er, um tænastur og fólk við røttum fakligum fortreytum kunnu bjóða seg fram. Til tess hevur tað stóran týdning at kunna bjóða grundleggjandi útbúgvingar, hægri sum lægri, sum gera fólk før fyri at virka og framhaldandi útbúgva seg hjá m.a. tænastu- og oljufeløgum. Slíkar útbúgvingar finnast longu í Føroyum, og í nøkrum førum kunnu smærri tillagingar gerast, so útbúgvingarnar verða enn betur egn-aðar sum grundarlag fyri arbeiði við atliti at oljuvinnuni og avleiddum virksemi av henni. Støðan í Føroyum í dag minnir um hana í nærmastu grannalondum okkara, tá tey fóru upp í oljuvinnu. Har komu útbúgvingar við atliti at frálandsvinnuni so við og við eftir tørvi. Tær vórðu fyriskipaðar av útbúgvingarstovnum og av oljufeløgunum sjálvum - partvís sum eftirútbúgving av fólki við starvsroyndum uttan fyri oljuvinnuna. Í Føroyum hevur Oljuútbúgvingarsamtakið skipað fyri útbúgvingarskeiðum saman við t.d. Stavanger Maritime Skole, og Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum bjóðar hægri útbúgvingar við atliti at frálandsvinnuni, m.a. í samstarvi við Høgskolen i Stavanger og Danmarks Tekniske Universitet. Hægri útbúgvingartiltøk Á Náttúruvísindadeildini ber til at taka 3 og 3 1/2 ára universitetsútbúgvingar innan verkfrøði, náttúrufrøði og kunningartøkni. Ein nærri lýsing av útbúgvingunum er á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum. Í øllum útbúgvingunum eru evni við á skránni, sum hava týdning í frálandsvinnu. Útbúgvingarnar eru bygdar upp í modulum, sum eisini kunnu takast av øðrum enn fulltíðarlesandi á Náttúruvísindadeildini. Hetta verður tíðum brúkt sum ein eftirútbúgvingarmøguleiki hjá fólki, ið frammanundan hava eina akademiska útbúgving. Í lívfrøðiútbúgvingini kunnu evni takast upp, sum eitt nú viðvíkja møguligum vansum frá boringum, frá boripallum, frá flutningi av olju og frá >>kemikalium<<, ið brúkt verða og kunnu leka út í sjógvin. Tann nýggjasta útbúgvingin á skránni varð løgd til rættis í 1998. Tað er ein 3 1/2 ára útbúgving til kolvetnisverkfrøðing, sum er beinleiðis vend móti oljuvinnuni. Í hesi útbúgvingini verður dentur lagdur á eitt nú jarðfrøði, reservoirtøkni, boring eftir og framleiðslu av olju og gassi, og nakað verður lært um oljulóggávu og búskap. Útbúgvingin miðar m.a. eftir størvum hjá hjá tænastufeløgum og í umsitingini. Fyrstu kolvetnisverkfrøðingarnir verða lidnir tíðliga í 2002. Oljufeløgini krevja hinvegin aloftast longri útbúgvingar (MSc ella PhD) til hægri størv, og Fróðskaparsetrið miðar tí eftir at skapa betri fortreytir fyri PhD-útbúgving við atliti at undirgrund og frálandsvinnu. Í løtuni verður arbeitt við tveimum PhD verkætlanum á Náttúruvísindadeildini. Onnur snýr seg um at útvikla støddfrøðilig model til at lýsa kreftirnar kring eitt borihol í undirgrundini. Verkætlanin er fíggjað av AMG (Atlantic Margin Group) samtakinum, ið eisini fíggjar ein professara í 20% starvi á Náttúruvísindadeildini í tíðarskeiðnum 1998-2001. Hin PhD-verkætlanin er knýtt at Institut for Kemiteknik á Danmarks Tekniske Universitet, og snýr seg um at optimera nýtsluna av reservoirum m.a. við at brúka gassinnspræning. Ætlanir eru lagdar um at víðka PhD granskingina við nýggjum verkætlanum, eitt nú saman við oljufeløgum. Hækka vitanarstøðið og førleikan Tað er sum heild umráðandi at hækka vitanarstøðið og menna føroyskan førleika við atliti at oljuvinnuni. Í føroyska orðaskiftinum verður oftast røtt um verklig evni og um vinnumøguleikar í samband við oljuvinnuna. Hetta hevur stóran týdning, men tað er eisini umráðandi at menna førleikan til gransking og hægri útbúgving við atliti at oljuvinnuni, tí hetta er ein týðandi fortreyt fyri, at føroyingar kunnu gera seg galdandi í m.a. hægri størvum, har avgerðir verða tiknar í olju- og gassídnaðinum, eins og í umsitingini, sum er neyðug í samband við frálandsvinnu við Føroyar. Henning Nicodemussen Oljan bjóðar mentanini av Oljuvinnan broytir ikki bara føroyskt vinnulív og føroyskan búskap. Hon setir ikki bara krøv til tilbúgving og umhvørvisvernd. Føroyska fólkamentanin fer at verða nógv ávirkað av leitanini eftir svarta gullinum og fer ongantíð at verða tann sama aftur. Tað kann enda við einum sonnum mentunarligum skriðulopi, men kann hinvegin eisini gerast ein sunn menning, um rætt verður atborið Rúnar Reistrup Føroysk fólkamentan fer at koma undir trýst uttanifrá sum sjáldan fyrr og fer at broytast eins og at kalla øll onnur føroysk samfelagsviðurskifti, nú gongd kemur á oljuvinnuna í Føroyum. Hetta er ein avleiðing av at vit hava bjóðað altjóða oljuvinnuni til landið, og nú er tað uppá tíðina at vit taka spurningin um mentanina upp, so tað vera vit sjálvi, sum fara at stýra mentunarligu menningini í framtíðini. Hetta sigur samfelagsfrøðingurin Suni á Dalbø, sum vegna Fróðskaparsetrið stendur á odda fyri føroyska partinum av einari enskari-føroyskari granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at kanna tær avleiðingar, sum oljuvinnan fer at hava á búskaparlig, politisk, sosial og mentunarlig viðurskifti í Føroyum. Meðan nakað hevur verið tosað og skrivað um vinnulig og búskaparlig árin, ið fara at standast av oljuvinnuni, hevur at kalla einki verið kjakast um spurningin hvussu tað verður at vera føroyingur, tá oljuvinnan um ikki so langa tíð fer at seta sín týðuliga dám á føroyska samfelagið. Tað tykist sum at generella hugsanin er tann, at oljuvinnan ikki fer at ávirka føroysku mentanina. Men tað er ein naivur tanki at mentanin verður óbroytt tá samfelagið annars stendur í broyting. Mentanin fer at broytast munandi, og tað er í stóran mun upp til myndugleikarnar at bera so í bandi, at hesar broytingarnar vera til tað betra, sigur Suni á Dalbø, samfelagsfrøðingur. Her hugsar hann ikki um >>hámentanina<< - ta mentan sum livir í listini - men um ta botnføstu fólkamentanina, sum kemur til sjóndar í tí háttinum, sum vanligi føroyingurin livir og er. Hámentanin fer ikki at verða beinleiðis ávirkað. Her verður meira talan um at fysisku karmarnir kring hana helst fara at betrast orsakað av øktum stuðulsmøguleikum frá oljufeløgunum. So har dugi eg nærum bara at síggja fyrimunir. Tað er sjálv fólkamentanin o sjálvuppfatanin hjá føroyingum, ið stendur fyri avbjóðingunum og vansunum, sum fara at koma í sambandi við at oljuvinnan nú fer at taka dik á seg her í landinum, sigur Suni á Dalbø. Mentanin skal ikki verjast Hvussu mentanin fer at verða ávirkað kann bara tíðin vísa. Men útfrá royndum aðrastaðni er greitt, at tað kann fáa rættiliga óhepnar avleiðingar, um ikki mentanin sleppur at menna seg grundað á sínar egnu treytir, men ístaðin í alt ov stóran mun verður formað av fremmandum kreftum. Men fyri at vera til reiðar at taka ímóti komandi avbjóðingunum er neyðugt at vit gerast meira tilvitandi um føroysku mentanina. Tað, sum nú umræður er at vit seta okkum niður og hugsa um, hvat føroysk mentan er, og hvussu vit vilja hava hana at vera í framtíðini. Tað ber sjálvsagt ikki til at avgera hvussu mentanin skal síggja út um tíggju ár, men tað er tó gjørligt at stýra gongdini í ein vissan mun og soleiðis arbeiða seg fram ímóti einum máli, heldur Suni á Dalbø. Fyrsta treyt er sambært samfelagsfrøðinginum, at føroyingar gera upp við hugsanina um at føroysk mentan er nakað, sum fyri alt í verðini eigur at verjast og varðveitast í sínum gamla líki. Vit mugu koma burtur frá teirri hugsjón, at tað, sum vit føroyingar gera og halda, er tað einasta rætta. Vit mugu byrja at taka ímóti, heldur enn bara at standa ímóti ávirkan uttanifrá. Útlendsk ávirkan á okkara mentan er ikki altíð av tí ónda, sum summi annars tykjast at halda, sigur Suni á Dalbø. Sum dømi um at útlendsk ávirkan á rótfesta føroyska mentan kann hava gagnlig árin nevnir hann føroyska grindadrápið, sum farnu 20-30 árini hevur ment seg frá heldur primitivum blóðbaði til eitt nógv reinari og vælskipað dráp, í høvuðsheitinum orsakað av altjóða trýsti frá umhvørvisfelagsskapum. Tað er framvegis ein partur av føroyskari mentan at drepa grind og tað munnu vera tey fægstu, sum halda, at tað hevur gjørt føroysku mentanina verri, at vit ikki longur brúka ógvuslig vápn, og at vit rudda pent upp eftir hvørt grindadráp. Stóri spurningurin er, um føroysk mentan er nakað sum yvirhøvur skal verjast, og um hetta yvirhøvur er gjørligt. Tað haldi eg ikki, tí hvussu verjir man í grundini eina mentan? Man kann gera føroyskan dans til obligatoriska lærugrein í 3. klassa, og so áleggja onkrum oljufelag at gjalda dansiskógvarnar, tí felagið hóttir føroysku mentanina, men tá hevur man longu bygt ein verjugarð kring mentanina, og ein slíkir mentunarligir verjugarðar hava tað við at geva øvugta ávirkan. Eftir mínum tykki ræður tað um at lata mentanina menna seg eftir broyttu umstøðunum og annars bera so í bandi, at hendan menning verður til tað betra. Kann enda galið Og í sambandi við komandi >>oljuinnrásina<< í Føroyum gerst hetta best við at syrgja fyri, at tað vera føroyingar, ið sláa kamartónan, og oljuvinnan ið síðan fylgir tónaleguni heldur enn øvugt. Tað øvugta hendi nevniliga í Hetlandi og fekk hetta so óhepnar fylgjur fyri samfelagið og fólkamentanina har, at tann gongdin stendur eftir sum eitt slag av ræðumynd. Tilkomin fólk, sum upplivdu Hetland áðrenn olja varð funnin í Norðuratlantshavi, hava snøgt sagt ilt við at kenna landið aftur, nú oljuvinnan hevur sett síni spor. Hetland er eitt klárt dømi um hvussu illa tað kann gangast um myndugleikar og fólkið annars ikki spæla nóg stóran leiklut í sambandi við nýggjar avbjóðingar. Hetland er í dag blivið eitt rættiligt oljusamfelag við tað at alt er gearað til oljuvinnuna og virkar eftir teimum treytum, sum oljuvinnan setir. Hetlendingar sjálvir hava lítla og onga ávirkan havt á gongdina. Á henda hátt tekur tað mentunarliga eisini skaða og í Hetlandi kann man siga, at ein >>oljuvinnumentan<< nú hevur vunnið á tí, sum var áðrenn. Oljufólkini krevja sítt Í Hetlandi vaks fólkatalið við um einum triðingi, tá túsundtals bretar komu til landið í sambandi við stórar byggiverkætlanir, og hetta var á sín hátt við til at leggja trýst á lokalu mentanina. Í Føroyum verður ikki talan um ta heilt stóru fólkainnrásina, tí tað er longu greitt, at oljuvinnan ikki >>skal uppá land<< í Føroyum, og oljuvinnan fer soleiðis ikki at hava ta stóru ávirkanina á sjálvt fólkatalið í landinum. Men av tí at øll umskiping og øll manningaskift á oljupallunum skulu fara fram um føroyska jørð, fer ein stríður gjøgnumstreymur av útlendingum at ganga ígjøgnum Føroyar í framtíðini, um ein verulig oljuframleiðsla kemur ígongd undir Føroyum. Og hesin streymur fer at síggjast aftur á mentunarliga økinum. Vanliga verður sagt um fólkini á boripallum, at tey duga væl at útnytta hvørja fríløtu. Her verður sipað til, at á vegnum til og frá oljupallinum dámar teimum væl at fáa sær upp í nevið og kanska eisini síggja og kenna nakin kvinnuhold. Hetta hevur sett sín týðuliga dám á býir sum Aberdeen, Esbjerg og Stavanger, har gjøgnumstreymurin av oljufólki er stórur. Tað er greitt at ein oljuvinnan fer at hava við sær, at eftirspurningurin eftir til dømis vertshúsum og náttklubbum verður væl størri enn hann er nú, og harumframt gerst kundagrundarlagið undir sovorðnum sum strip-tease og skøkjum eisini munandi breiðari. So er spurningurin hvussu man velur at takkla hesa støðuna, men tað er greitt at slíkar broytingar sum hesar fara at hava ávirkan á mentanina, sigur Suni á Dalbø og vísir hetta við einum dømi. - Um kassadaman í keypmanshandlinum ístaðin fer undir at vinna sær pening sum skøkja um kvøldi, so er tað klárt at fólk fara at uppfata hana øðrvísi. Og verður hetta alt meira vanligt millum føroysk konufólk, so fara vit og onnur so við og við at uppfata føroysk konufólk øðrvísi enn vit gera nú. Og tá hava vit longu broytt okkara felags føroysku sjálvuppfatan. Mentunarlig ójavnvág Streymurin av oljufólki um Føroyar verður tó bara ein lítil partur av teirri ávirkan, ið oljuvinnan sum heild fer at hava á føroysku mentanina. Tær størstu mentunarligu ávirkanirnar fara uttan iva at koma í kjalarvørrinum á vinnuligu og búskaparligu broytingunum, sum oljuvinnan fer at seta gongd á í Føroyum. Mentanin er treytað av hvussu samfelagið annars er skipað, og skipar tú til dømis samfelagið soleiðis, at kostnaðarstøðið hækkar nógv orsakað av oljuvinnuni soleiðis, at lønarlagið í hinum vinnunum ikki megnar at fylgja við, so fært tú umframt ein ekslusivan topp eisini eitt størri >>botnfall<< í samfelagnum. Samfelagið verður tá meira spjeitt, og tað fer at hava við sær at kenslan av at vera føroyingur ikki verður sama felagskensla millum høg og lág. Tingini hanga saman. Vit kunnu ikki skilja vinnupartin og tann búskaparliga partin frá tí mentunarliga partinum av samfelagnum. Hetta eru viðurskifti sum hanga saman og ávirka hvønn annan. Tað er utopi at hugsa sær, at um oljuvinnan fer at ríka ein part av fólkinum upp og lata onnur vera við sviðjusoð, at tú tá ikki fært eina størri gjógv millum fólkið í landinum. Stýrir tú ikki landinum soleiðis at tú allatíðina stimbrar eina felagskenslu millum føroyingar, so kanst tú heldur ikki vænta at úrslitið verður ein felags føroysk mentan. So er tað nú Enn hevur oljuvinnan ikki rættiliga sett sín dám á føroyska samfelagið, og føroyska mentanin er ikki sjónliga ávirkað sum er. Men so hvørt sum oljuleitingin undir Føroyum flytir seg inn í eina meira virkna fasu, hómast nøkur ávaringarljós. Húsaprísirnir í høvuðsstaðnum tykjast at vera ávirkaðir av høgum væntanum til oljuvinnuna, og teir fyrstu føroyingarnir hava longu sett seg væl til rættis í oljutokinum í eini roynd at fáa lut í einum møguligum komandi oljuævintýri. Men hóast samfelagsligu avleiðingarnar av oljuvinnuni enn ikki eru týðiligar, so er tað nú at fyrireikingar skulu gerast til at taka ímóti komandi avbjóðingunum. Ikki minst á mentunarliga økinum. Tað, sum eg stúri eitt sindur fyri er, at føroyingar fara at vera ov statiskir og verjukendir í mátanum at takkla tær samfelagsligu broytingarnar, sum oljuvinnan fer at seta gongd á. Men vit mugu minnast til, at tað av røttum ikki er oljuvinnan, sum broytir samfelagið, men okkara samfelag sum tillagar seg til oljuvinnuna. Og tað er tann mátin, sum samfelagið velur at tillaga seg, sum í stóran mun avger hvussu mentanin fer at síggja út í framtíðini. Tað, sum er umráðandi er at vit vita, hvat tað er vit hava við at gera, og at vit tora at taka avbjóðingarnar upp áðrenn tað er ov seint. Hetta er neyðugt um vit sjálvi skulu seta dagsskránna, sigur Suni á Dalbø, samfelagsfrøðingur og leggur afturat, at ov seint - tað kann verða skjótt. Henning Nicodemussen Oljuvinnan kann gerast lopfjøl Kjartan Kristiansen stjóri á menningarstovuni Føroyska samfelagið dúvar í alt ov stóran mun upp á svikaligar vinnur. Vit skifta millum rokfiskiskap og fiskaloysi, millum prísfall og methøgar prísir. Vit gera stórar íløgur í veiðiflotan og stutt eftir tala vit um yvirkapasitet í veiðiliði og fiskavirkisliði. Nú eina tíð tykist ganga hampuliga væl í sjálvari fiskivinnuni, men vit vita av royndum, at tað kann broytast frá einum degi til annan. Fiskaloysi og/ella broyttur marknaður og prísfall kunnu eftir stuttari tíð fáa fiskivinnuna til aftur at húka á knøum. Eftir stóru kreppuna í alivinnuni tykist nú alt at ganga eftir vild. Prísirnir eru ótrúliga høgir og væl hægri, enn teir vildu verið, um marknaðurin fekk loyvi at virka heilt upp á marknaðarbúskaparligar treytir. Framleiðsluavmarkingar aðrastaðir gera, at alivinnan í Føroyum ger eina stóra kvettið fyri og annað eftir. Keyparin í Evropa má rinda hægri prís, og høgi laksaprísurin dregur annan fiskaprís upp. Okkara laksaprísir halda, so leingi laksaavtalan millum ES og Noreg er galdandi, og vit ikki koma undir trýst lagdir undir at vaksa okkara laksaframleiðslu skjótari enn aðrir. Vit hava síðan tríati-árini havt sum vinnupolitiska málseting at fáa eitt meira fjøltáttað vinnulív, so vit kunnu fáa eina støðuga samfelagsmenning og ikki eitt skifti liva í sús og dús og beint eftir hava stórar búskaparligar kreppur at dragast við. Oljan skapar valla støðufesti í føroyskum búskapi. Í hesum døgum mótmælir lastbilavinnan høgu oljuprísunum, tí dagsins prísir gera tað trupult hjá lastbilavinnuni at fáa lønsemi. Her heima verður mótmælt ímóti høgu prísunum, sum húsarhald skulu gjalda fyri olju. Í báðum støðum verður lagt eftir oljuavgjaldinum, heldur enn eftir tí framleiðsluavmarking, sum OPEC-londini hava sett í verk, og øðrum politiskum og vinnuligum forðingum fyri frælsum marknaði í oljuvinnuni. Fyri bert tveimum árum síðani lá prísurin á ráolju niðri á góðum fjórðingi av tí, hann er í dag, og í tí høpinum hevur vanliga oljuavgjaldið ongan týdning. Fleiri fyritøkur innan oljuvinnuna máttu geva seg upp til størri og ríkari feløg, og samanleggingar og herd krøv um størri kappingarføri eru enn dagligur kostur í oljuvinnuni. Tær stóru oljufyritøkurnar kunnu í løtuni skúma tjúkkan róma omanav, nú prísurin liggur langt omanfyri tað, tær kunnu klára seg væl fyri. Undir slíkum umstøðum halda vit tað vera eyðsýnt at leita eftir olju við Føroyar, og føroyska samfelagið roknar sær eftir øllum at døma ein góðan bita burtur av hesum virksemi og tí inntøku, sum møguligir oljufundir her kunnu geva. Men vit vita frá gongdini higartil, at prísurin á oljuni fer at lækka. Tøknin, størru eindirnar og kappingin geva brúkaranum støðugt lægri prísir. Bert framleiðsluavmarkingar og kappingarforðandi tiltøk kunnu eina tíð halda prísunum uppi, í roynd og veru bert til frama fyri teir, sum sita á tilfeinginum. Lata vit okkara búskap beinleiðis ella umvegis hanga uppi í oljuprísinum, kemur hann út í stóra aldugerð. Tá oljuframleiðandi londini semjast um at avmarka framleiðsluna, floymir peningastreymurin inn í landið, sum ikki veit, hvar peningurin skal goymast. Men semjan er viðbrekin, og eftir stuttari tíð eru vit í aldudalinum. Oljuvinnan sum slík skapar ikki støðufesti í føroyska búskapinum.., men hon kann verða okkum ein dygg lopfjøl. Sum longu nevnt hava stóru prísføllini og harða kappingin í oljuvinnuni skapt risastórar kappingarførar eindir, har einans teir dugnaligastu og best riknu fyritøkurnar hava yvirlivað. Hesar fyritøkur fara ikki at solla við peninginum, bert tí at prísurin eina tíð er høgur. Tær brúka stóra eykavinningin til at tryggja sína framtíð enn betri við at vinna nýggja vitan og fáa sær part í nýggjum møguligum oljuleiðum. Summar av hesum fyritøkum vita av royndum, at samstarv við og menning av fyritøkum á staðnum loysir seg í longdini, meðan aðrar halda seg til kent samstarv við fyritøkur í øðrum londum, annaðhvørt tí tær halda seg vera so sterkar ella virka við stytri framtíðarætlanum. Hvussu vágilig vinnulig luttøka í oljuleiting og oljuútvinning enn kann tykjast, gevur luttøkan bestu menningarmøguleikar fyri føroyskar fyritøkur, sum vilja virka sum veitarar og undirveitarar her. Krøvini fyri at sleppa upp í part eru strong, tá tað snýr seg um orðhaldni, góðsku, umhvørvisvernd og arbeiðaravernd, og sloppin upp í part er hvør dagur ein avbjóðing at gera títt besta og eitt sindur afturat. Megnar tú ikki tað, ert tú skjótt uttanfyri aftur. Hjá dugnaligum fyritøkum er ágóðin at vera uppi í ikki lítil, og umframt eina betri og meira kappingarføra fyritøku, sum við dugnaligum fólki kann fara inn í enn meira spennandi vinnur, liggur væl eftir til at styrkja fyritøkuna. Men bert hjá teimum dugnaligu. Tað ganga fleiri ár ímillum, at føroyskar fyritøkur fáa kansin at taka av slíkum avbjóðingum, og lítið skal til, áðrenn tær gleppa okkum av hondum. Í hesum avbjóðingum liggur lopfjølin til eina spennandi framtíð hjá føroyskum fyritøkum og teimum, sum starvast har, um tær fáa møguleikan at taka av avbjóðingunum og síðan tora at gera tað. Tí má kravið til nýggju loyvishavararnar um føroyska vinnuliga luttøku ikki verða linkað, og ongar tænastuveitingar, sum kunnu verða veittar í Føroyum, eitt nú á hátøkniliga og kunningartøkniliga økinum, mugu verða loyvdar veittar úr Danmark, Noregi ella Skotlandi bert við tí grundgeving, at har finst longu ein vælútbygd serkøn tænasta. Tann serkøna vitan, sum kann sleppa at virka í Føroyum, leggur meira til virkis- og samfelagsmenningina her enn allar møguligar oljuinntøkur, hvussu stórar hesar enn eru. Kann vera at onkrir av loyvishavarunum halda lítið um hesa avbjóðing aktivt at geva føroyskum fyritøkum og samfelagi møguleikan at nýta nýgivnu loyvini sum lopfjøl inn í eina kravmikla hátøkniframtíð. At teir halda hetta vera ein kravmikil eykakostnaður, tí hann krevur veruligan áhuga heldur enn bert orð og lættar gávur. Men teir frægastu skilja og virða avbjóðingina. Tað mann í longdini fara at vera teimum ein fyrimunur. Henning Nicodemussen Trygd á pallum og skipum Pál Weihe yvirlækni Stórur munur er á trygdarmedvitinum á boripallum og umborð á vanligum fiskiførum. Støðan viðvíkjandi trygd umborð á skipum og heilsutænastu til sjófólki er ikki nóg góð, men nú er eitt gott høvi at gera okkurt munagott, tí frálandavinnan fer at seta strong krøv hesum viðvíkjandi. Trygd á boripallum í Norðsjónum Nú frálandavinna stendur fyri durum hevur verið nógv tosað um serligu trygdarskipaninar á boripallum. Eg minnist, tá eg, saman við øðrum føroyingum, var og vitjaði á norskum palli fyri nøkrum árum síðani, hvussu hugtikin eg var av teirra visión um ongar vanlukkur at hava í heila tikið. Felagið, sum vit vitjaðu, gjørdi nágreiniliga upp hvønn einasta dag øll óhapp og >>nærum óhapp<<, t.v.s. frávik frá tí ætlaða. Alt arbeiði á pallinum var sera væl fyriskipað, soleiðis at alt tað, sum fór fram, var avtalað frammanundan í øllum smálutum. Eg kundi hugsað mær, at hetta líkist maskinviðlíkahald av flogførum, har hondbøkur siga greitt frá, hvussu hvør einstøk umvæling skal fremjast. Tað, sum er setningurin í hesum royndunum at sleppa heilt undan óhappum, er at hava stýr á øllum, sum kann ganga galið. Innan flogvinnu og frálandavinnu, sum eru nýggjar vinnur, er trygd eitt ógvuliga virt og kostnaðarmikið hugtak. Javnber bert allar trygdarseremoniirnar, sum fara fram, áðrenn vit sleppa á flog. Umaftur og umaftur skulu vit hoyra um, hvussu bjargingarvesturin skal bindast, hvussu vit skulu koma úr flogfarinum o.s.fr. Í frálandavinnuni hava teir eisini bjargingarroyndir regluliga, har hvør maður veit í smálutum, hvat hann skal gera. Trygdararbeiðið í sjóvinnuni til samanberingar Til samanberingar kunnu vit taka trygdina í teimum gomlu vinnunum, sum sjóvinnu og landbúnað. Her hava vit at siga ongar traditiónir fyri trygdararbeiði. Sjóvinnan hevur fylgt okkum upp gjøgnum øldirnar, og vit hava klárað okkum sum best. Á havinum er tó vandamikið at starvast. Tá undirritaði í áttatiárunum metti um tað, sum skrivað var um trygd millum fiskimenn í heimsbókmentunum, var henda vinna greitt ein av teimum, sum var vandamiklast millum allar vinnugreinir. Og tað hevur sínar orsøkir. Fyrst og fremst tí arbeiðsstaðið er á einum rullandi dekki og ikki fast sum flest onnur arbeiðspláss. Arbeitt verður á lítlum fari við brádligum broytingum í veðurlíkindum. Á summum førum eru kreftirnar, sum verða brúktar, sera stórar, t.d. á trolarum. Hví er munur á trygdarmentanini Tað er jú eingin grund til, at vit skulu hava færri trygdarseremoniirnar umborð á tí stóra bussinum hjá Strandferðsluni, sum fer vestur í Vágar við eins nógvum ferðafólki, sum Atlantic Airways fer á flog við. Umborð á Atlantic Airways brúka vit fleiri minuttir hvønn einasta túr at hoyra um trygd og trygdarfyriskipanir. Umborð á bussinum hevði tað virkað undarligt, sjálvt um vandin at koyra í bussi helst er munandi størri enn at flúgva. Hví munur er á trygdarmentanini á einum boripalli og einum trolaradekki hevur sínar søguligu forkláringar, men líka órímiligt er tað fyri tað. Umborð á einum trolara við 30 monnum uppi í ísinum á vetri í óveðri roynir man bert at arbeiða uppá skilabesta máta og ikki taka óráð fyri. Á einum boripalli, sum stendur fastur á havbotninum, er alt, sum fer fram á dekkinum, fyriskipað í minstu smálutir, og tað skal gerast serlig meting av øllum tí, sum gongur annarleiðis enn væntað. Tað skal takast ítøkilig støða til broytingar av mannagongdum; tað skal skrivast og sendast í land til góðkenningar. Hetta var vanlukkuumráðið, har tað eftir mínari meining er nógv at læra í frálandavinnuni, soleiðis sum hon fer fram í Norðsjónum í dag. Um vit bert tóku ein lítlan part av varseminum í frálandavinnuni við umborð á okkara vanligu før, høvdu vit komið langt. Bjarging Stórur munur er eisini á bjargingartilbúgvingini, tá stór ella smá óhapp eru. Á boripalli er í smálutum skipað fyri, hvussu brádlig rýming skal fara fram við báti til stuðulsskip ella við tyrlu. Hetta verður íðkað í heilum, men á føroyskum skipum eru tað enn helst menn, sum ikki duga at lata seg í ein bjargingarbúna í eini handavending í myrkri, soleiðis at búnin er tættur, um teir noyðast at loypa í havið. Heilsutænastan Viðvíkjandi heilsutænastu til manskapið, sum arbeiðir á einum boripalli og heilsutænastan til sjófólk okkara, er eisini týðiligur munur. Á boripallum er arbeiðið skipað soleiðis, at umborð er ein sjúkrasystir ella í hvussu so er fyrstihjálpskønur persónur, sum hevur til uppgávu at meta um sjúk fólk umborð. Hesin stendur í samband við læknatænastu í landi, sum kennir viðurskiftini umborð út í æsir. T.v.s. á landi er døgnvakt við læknaliga vælkvalifiseraðum fólki, sum kennir tann persónin, sum hevur heilsumál umborð, og sum kennir arbeiðsmøguleikarnar umborð á boripallinum út í æsir. Harumframt er skipað fyri telemedisinskum møguleikum so sum at flyta hjartabíløt v.m. til lands. Boripallarnir hava við øðrum orðum eina heilsutænastu, sum líkist tí, ið fólk í landi hava. Okkara siglandi fólk í Føroyum hevur tó í dag langt frá hesar tænastur. Hetta hóast flutningsmøguleikin frá einum lítlum skipi í óveðri langt úr landi er munandi verri enn frá einum boripalli rættiliga tætt við land. Støðan á sjónum er í dag tann sama, sum hon hevur verið í mong ár. Navigatørarnir fáa útbúgving við heilsulæru og fyrstuhjálp. Umborð er ein medisinkista, og teir kunnu síðani sláa upp í læknabókunum umborð ella ringja til lands og tosa við ein lækna, sum teir kenna, og við hvørt noyðast teir at tosa við lækna, sum teir ikki kenna. Telemedisinsku møguleikarnir eru als ikki brúktir fult út til at knýta saman skipið við eitt nú intensivu deild á Landssjúkrahúsinum. Danska skipanin Samanbera vit hvat eitt nú hvat danir hava sett í verk fyri sjófólkið, er eisini ein munur. Danir eru farnir at byggja upp eina skipan, sum fatar um regluliga afturvendandi undirvísing á einum og sama stað í Danmark, nevniliga á skúlanum á Fanø. Har læra menn grundleggjandi heilsulæru og fyrstuhjálp, men teir læra eisini at vera eygu, oyru og hendur hjá heilsuverkinum á landi, sum er tað sonevnda Radio Medical, sum nú heldur til í Esbjerg. Øll skipanin gongur út uppá, at um ein persónur umborð á skipi heldur seg hava brúk fyri at koma í samband við heilsuverkið í landi, skal hesin persónur í prinsippinum hava sama rætt til tess sum ein og hvørjur annar borgari í Danmark. Skiparin hevur ábyrgdina av hesum umborð - íroknað at skipa fyri at skapa sambandið til læknarnar á Radio Medical. Annars ber skipanin í sær, at allar observatiónir umborð verða skrivaðar niður á serlig oyðibløð. Allar informatiónirnar, sum koma til Radio Medical, verða eisini skrivaðar niður á serlig oyðibløð. Hetta til tess at tryggja at diagnosa og viðgerð byggja á greitt og vælskilt grundarlag, bæði umborð og í landi. Viðgerðin fer fram eftir neyvari ávísing frá læknanum í Esbjerg. Hendan tænastan fatar um øll donsk skip, hvar enn tey eru stødd á knøttinum. Vit hava ikki slíka skipaða tænastu, sjálvt um ein rættiliga stórur partur av okkara fólki hevur sítt dagliga yrki á sjónum. Tað ber til í dag at skipa fyri hesum. Tað krevst tó: 1. At skipanin fyri allar mynstraðar menn verður løgd í púra fastar rammur. Her skal at siga ikki verða møguleiki fyri improvisatiónum. 2. Ein móttakaraskipan á landi, sum svarar 24 tímar um døgnið, og sum er nóg kvalifiserað til at geva bestu leiðbeiningina um, hvussu diagnosa, yvirvaking og viðgerð skal fara fram umborð. 3. Telemedisinsk hjálpartól eiga at verða sett umborð á skip sum skjótast. Hetta eru tól, sum kunnu senda neyðugar upplýsingar til lands - eitt nú hvussu hjartað slær, um iltnøgdina í blóðinum, blóðtrýst, puls, myndir av sárum og annað mangt. 4. Umfatandi skúling og venjing av fólki umborð á skipum og á heilsudeplinum á landi. Orsøkin til at eg taki alt hetta fram er, at eg ivist onga løtu í, at alt sum ein sjálvfylgja fer at verða skipað fyri uppá besta og tryggasta máta á boripallunum, sum fara at standa á Føroyaleiðini, men eg ivist í, um alt hetta trygdararbeiði samstundis verður sett í verk á arbeiðsplássum, sum eru minst líka so vandamikil, nevniliga umborð á skipum okkara. Nú eiga vit at taka alt um somu leið Tað skal verða mín vón, at landsins myndugleikar siga, at her taka vit alt um somu leið. Vit seta okkum heilt einfalt fyri at skipa trygd og heilsutænastu umborð á okkara skipum á eins høgum stigi, sum frálandavinnan krevur. Tað hevði havt tann fyrimun, at tað menningararbeiði, sum vit allíkavæl skulu undir á landi í Føroyum nú til tess at kunna veita frálandavinnuni hesa tænastu, er tað sama, sum vit skuldu brúkt mótvegis skipunum. Við øðrum orðum, vit hava eitt gott høvi at lyfta trygdar- og heilsuarbeiðið á sjónum uppá eitt hægri stig; upp á eitt stig sum sømir seg eini sjóvinnutjóð. Ítøkiliga vil eg skjóta upp, at vit taka hesi stig: 1. Vit skulu seta á stovn eina bjargingartænastu við tyrlu, mannað eisini við serútbúnum heilsustarvsfólkum 2. Sett verður á stovn ein skipað heilsutænasta fyri sjófólkið og manskap á pallum. Læknaliga manningin í hesi tænastu eigur at kenna viðgerðarmøguleikarnar umborð á skipi og pallum neyvt og duga at brúka framkomna telemedisinska útgerð. Heilsutænastan er á varðhaldi alt samdøgrið. 3. Útbúgvingin av navigatørum skal lagast til okkara heilsutænastu, t.d. sum danska heilsutænastan fyri sjófólkið er skipað við Radio Medical í Esbjerg. Henning Nicodemussen Atlantic Supply Base - tann føroyska útgerðarstøðin Kenneth Rasmussen Atlantic Supply Base Tær 18 fyritøkurnar, sum eru við í verkætlanini, umboða 600 størv innan nógvar vinnugreinar, og kunnu harvið veita oljufeløgunum nógvar ymsar vørur og tænastur. Í næstu framtíð verður avgerð tikin um, hvar útgerðarhavnin skal liggja. Eftir øllum at døma fara fyrstu royndarboringarnar at verða komandi summar. Hesar boringar fara at hava nakað av virksemi á landi við sær. Tó verður talan neyvan um tann heilt stóra tørvin á vørum og tænastum. Men tað er í øllum førum greitt, at brúk verður fyri eini útgerðarhavn í leititíðarskeiðinum. Runavík og Eysturoyggin eru til reiðar at hýsa útgerðarvirkseminum. Tær 18 fyritøkurnar, sum í felag eiga Atlantic Supply Base, hava ígjøgnum sínar royndir við tænastuveitingum til fiskivinnuna og aðra vinnu í oynni og landinum sum heild, fingið ein serkunnleika, sum oljufeløgini í stóran mun kunnu brúka. Hesar fyritøkur hava í alt 600 starvsfólk, sum í sínum dagliga yrki veita vørur og tænastur innan nógvar vinnugreinar. Við hesum grundarlagi, metir ASB seg hava ein góðan møguleika at kunna bjóða oljufeløgunum ein stóran part av neyðugu tænastunum. Neyðugt er heldur ikki við íløgum fyri at kunna hýsa útgerðarvirkseminum í leititíðarskeiðinum. Verandi umstøður í Runavík við góðari atløgubryggju, pakkhúsum og goymsluøki kunnu í stóran mun nøkta tørvin í leititíðarskeiðinum. Afturat havnaøkinum er stórt øki tøkt, um brúk skuldi verið fyri hesum. Fleiri dømi eru um, at Skálafjørðurin er viðbrekið umhvørvi. ASB hevur frá byrjan raðfest umhvørvið frammarlaga í sínum fyrireikingum. Tá farið verður undir útbyggingin av havnaøkinum seinni í ár, verður bryggjan gjørd soleiðis, at onki fer á sjógvin. Eitt lítið hall verður inn móti miðjuni, sum ger at dálkandi løgur verður samlaður í ein brunn og síðani beindur burtur. Nevnast kann eisini, at radioaktivt og annað dálkandi tilfar fer at verða goymt í einum avsíðis liggjandi húsi, sum er útgjørt til hetta. ASB hevur ásannað, at felagnum vantar nakað av serkunnleika til at kunna átaka sær allar uppgávur, sum verða kravdar av eini útgerðarstøð. Tí verður neyðugt í byrjanini at fáa í lag samstarv við útlendskar fyritøkur við royndum innan útgerðarvirksemi. Talan verður tó ikki um at útlendskur peningur kemur inn í felagið, tí dentur verður lagdur á, at ASB er eitt føroyskt felag, sum fer at verða rikið av føroyingum. Henning Nicodemussen Tórshavnar Skipasmiðja fyrireikar seg til oljuvinnuna Tórshavnar Skipasmiðja Pf. Tórshavnar Skipasmiðja hevur tey seinastu 4 árini miðvíst fyrireikað seg til eina komandi oljuvinnu. M. a. varð eitt fólk sett til burturav at taka sær av hesum øki og úrslitið er, at nú eru tvey feløg stovnað, ið skulu taka sær av hvør sínum øki innan veitingar til oljuvinnuna. ASCO Føroyar varð stovnað í 1998 og er eitt samstarv millum Tórshavnar Skipasmiðju og stóra skotska útgerðarfelagið ASCO Group. Hetta felagið hevur til endamáls at reka útgerðarstøð og flutningstænastur til oljuvinnuna. Í hesum sambandi er leiguavtala gjørd við Tórshavnar Kommunu um økið á Sundi, ið metist at vera sera væl egnað til endamálið. Tað krevjast bert smávegis íløgur fyri at koma í gongd á Sundi, økið liggur væl fyri - tætt við Havnina, har oljufeløgini hava høvuðsskrivstovur sínar og annars allar tænastur og veitingar fáast. Frá Sundi er stutt niðan á Sandvíkahjalla, har tann stóri goymslubygningurin hjá Skipasmiðjuni liggur og sum nøktar tørvin á goymsluplássi hjá oljuvinnuni í nógv ár framyvir. Pf. PAM Offshore Service varð somuleiðis stovnað í 1998 og veitir tænastur innan umvælingar, viðlíkahald og framleiðslu til oljuvinnuna. Síðan 1998 hava í meðal 15 føroyskir smiðir, sveisarar, rørleggjarar og elektrikarar verið í starvi hjá PAM Offshore Service, har teir hava arbeitt við umvælingum og øðrum tænastuveitingum í norsku frálandavinnuni. Ætlanin er at menna førleika og royndir hjá bæði starvsfólkum og leiðslu innan hetta nyggja øki soleiðis at virkið er ført fyri at átaka sær uppgávur tá tørvur verður á hesum tænastum innan oljuvinnu í Føroyum. PAM Offshore Service leggur stóran dent á at halda starvsfólkið dagført við kravdum certifikatum, trygdarskeiðum o.ø. somuleiðis sum virkið er í ferð við at seta í verk tað nyggjastu ISO9000 góðsku, heilsu, trygdar og umhvørvis skipanina. PAM Offshore Service gjørdi í apríl ár 2000 eina samstarvsavtalu við stóra norska felagið Aker Maritime, ið ber við sær, at PAM Offshore Service kann fáa fakligan stuðul frá Aker Maritime tá ið uppgávur koma ið krevja serligan fakkunnleika innan hesa vinnu. Endamálið er at PAM Offshore Service so við og við skal mennast til sjálvt at kunna átaka sær ymiskar tænastur innan stál, rør, mekanik og el. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Erland Beder prestur í Vági Meðan presturin á Tvøroyri hevur frí í tríggjar vikur, verður Erland Beder prestur í Vági, tí Suðuroyggin má hava minst tveir prestar, heldur bispur Í tríggjar vikur skal Erland Beder verða prestur í Vági, og tað verður í november mánaði, at hann tekur við. Erland Beder er fyrrverandi prestur, men hevur lagt frá sær vegna aldur fyri langari tíð síðani. Hann er vágbingur, og tí skuldi ligið væl fyri hjá honum at farið til Vágs. Petur Martin Rasmussen, sum er prestur á Tvøroyri, hevur rætt til tríggjar frívikur, og tær tekur hann í november. Hans Jacob Joensen, bispur, heldur tað ikki vera ráðiligt, at bara ein prestur er í Suðuroynni í tríggjar vikur. Hin presturin í Suðuroynni er Ólavur Rasmussen í Hvalba. Tí hevur verið neyðugt at heita á Erland Beder um at hjálpa til hesar vikurnar, og bispur sigur seg vera sera takksaman fyri, at Erland Beder hevur játtað at tikið við. Hans Jacob Joensen sigur eisini, at tað av røttum skuldu verið tríggir prestar í Suðuroy, men enn er eingin prestur settur í Suðuroyar Sunnara Prestagjaldi. Í summar varð starvið lýst leyst at søkja, men bara ein umsøkjari var til starvið. Tí vildi kirkjuráðið heldur søkja einaferð afturat í vón um, at fleiri fara at senda umsókn inn. Søkt verður eftir ætlan einaferð fyrst næsta ár. Tá verða nakrir nýggir prestar lidnir við sína útbúgving, og tí eru betri útlit fyri fleiri umsøkjarum. Eingin prestur hevur verið í Vági síðan í vár, tá Elsa Funding fór frá. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Herfølgeleikarar til AB AB hevur í dag, fríggjadagin, keypt teir báðar Steven Lustu og Jesper Falck frá Herfølge Hetta skrivar danska Ekstra-Bladet í dag. Samstundis, sum teir báðir Herfølge leikararnir fara til AB, fer Peter Frank, sum áður hevur leikt við Herfølge øvugta vegin. Sten Sarka, sum er nevndarlimur hjá Herfølge, sigur við blaðið, at prísurin, sum AB beyð Herfølge, var hin rætti, og at spælararnir eisini fingu eitt gott tilboð. Sarka viðgongur, at serliga missurin av Lustu kann verða tungur. Nýkosni landsliðsleikarin hevur seinastu tvey árini verið ein av týdningarmestu leikarum felagsins, og í meistaraárinum varð hann kostin besti leikari av áskoðarum felagsins. Samstundis vónar Sarka tó, at Peter Frank aftur kann finna tað støðið, sum hann leikti á, tá hann seinast var í felagnum. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Herfølge nýggjan álopsleikara Spælilovyi hjá Thomas Christensen er nú endiliga komið í rættlag Seinastu mánaðirnar hevur Thomas Chtistensen talst millum leikararnar, tá Herfølge hevur havt venjingar. Vegna væntanti spæliloyvi heur hann tó ikki verið tøkur tá dystir hava verið á skránni. Thomas Christensen rýmdi nevnliga úr fyrrverandi felag sínum í Grikkalandi, tí lønarviðurskiftini ikki vóru í lagi. Fríggjakvøldið var tó greitt, at spæliloyvi nú er í lagi, og tí er Thomas Christensen møguliga millum leikararnar, tá Herfølge fer á vøllin um vikuskifti. Thomas Christensen er mest kendur frá tíð sínari í Barcelona, har hann blaðungur kom saman við Ronnie Ekelund. Talan varð tó ikki um nógvar dystir á besta liðnum, har menn sum Romario, Stoichkov og Salinas sótu tungt á álospssessunum. Avrikini á næstbesta Barcelona liðnum vóru tó somikið sannførandi, at táverandi spanski landsliðsvenjarin, Javier Clemente, tók Thomas á spanska landsliðið, har tað gjørdist til tveir dystir og eitt merkisvert mál, sum varð skotið við hælinum. Síðani varð hann í fleiri umførum lætnir øðrum feløgum, men skaðar og vánalig avriki viðførdu, at hann spakuliga varð førkaður út í gloymsluna. Nú tykist danin, sum annars hevur spanska mammu, at ætla at endurreisa yrkisleið sína, og hetta verður so í fyrstu atløgu gjørt í Herfølge. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Okur eru Føroyameistarar Eftir 95 ár á pallinum, kunnu vágbingar endiliga rópa seg besta lið í Føroyum. Við sigrinum á B36 tryggjaði VB sær nevnliga føroyameistaraheitið Hundratals vágbingar høvdu leitað sær til Havnar leygardagin. Orsøkin var sjálvsøgd, og umframt teir, sum komu úr Vági, skulu sjálvandi teljast allar teir vágbingar, sum hava sína dagligu gongd í høvuðsstaðnum. At kalla allan leygardagin settu teir dám á býarmyndina, og tá klokkan var farin at líða nakað væl út ímóti fýra, fingu teir eisini løn fyri stríðið. Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins kann VB rópa seg føroyameistara í bestu mansdeildini, og frá teimum allarflestu man hetta vera teimum væl unt. Fingu einki til gávus Sjálvur dysturin millum B36 og VB leygardagin mundi annars teljast millum frægastu hetta kappingarárið. B36, sum fleiri vildu vera við ongan áhuga høvdu í at vinna dystin, gav vágbingum ein skarpan gang. Byrjanin til veitsluna kom úr Sumba, tá tað eftir 18 minuttir frættist, at sumbingar høvdu lagt seg á odda móti HB. Sekundir seinni legði Robert Ciesliwicz VB á odda 1-0, og frá teirri løtu var FM kósin av álvara sett í kortið. Leikandi venjarin økti seinni um leiðsluna, men hóast hetta, so sluppu vágbingar at sita á pínubeinkinum eina løtu. B36 minkaði nevnliga um munin, tá einir tíggju minuttir vóru eftir at leika, og hóast VB hevði møguleikar at avgera dystin, so forðaði Tróndur Vatnhamar vágbingum í at byrja veitsluna ov tíðliga. Tá dómarin loksins bríkslaði dystin av, var frøin sjálvandi ovurstór. VB er føroyameistari. Teir eru fremst í fyrstu deild, og hesu ferð er eingin ivi. Sosialurin ynskir VB hjartaliga tillukku við Føroyameistaraheitinum. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Okur eru føroyameistarar Tá dómarin bríkslaði dystin millum B36 og VB av, var tað greitt, at vágbingar fyri fyrstu ferð í søguni hava vunnið bestu mansdeildina VB kom til Gundadal við eittans endamáli leygardagin. Kravið var trý stig, og at vónirnar um stigini vóru góðar, var einki at ivast í. Hundraðtals vágbingar høvdu at kalla hertikið gamla skýlið, og longu hálvan tíma undan dystinum, hoyrdust stuðulsróp teirra oman til leikararnar, meðan hesir hitaðu upp. 18 var eydnutalið Longu undir upphitingini var sjónligt, at vágbingar tóktiskt meira enn vanliga uppsettir at vinna dystin. Hetta kom eisini rættiliga skjótt til sjóndar í dystinum. Fyrstu løtuna var talan kanska ikki so nógv um flótandi fótbóltsspæl, men tað var bit og vilji í hvørjari takling, og serliga í verjupartinum tóktist vágbingarnir at fáa fatur í tí mesta fyrstu løtuna. Klokkan mundi vera um at fara av teimum 18 minuttunum, tá áskoðarafjøldin brádliga legði nøkur desibel afturat áhaldandi rópunum. Suðuri úr Sumba frættist, at sumbingar høvdu lagt seg á odda móti HB, og tekin vóru nú í sól og mána um, at dagurin skuldi ognast Vágs bygd. Alt meðan VB áskoðararnir soleiðis fagnaðu sumbingum, gjørdu teir úti á vøllinum sítt til, at tað ikki skuldi vera neyðugt at ansa eftir, hvussu støðan lagaði seg í Sumba. Milan Kulic vann bóltin av B36 verjuni. Hann stakk bóltin víðari til Robert, sum snýtti Herbert áðrenn hann sera kølið lyfti upp um málverjan og yvir í handara síðunet. Um tað var leiðlsumálið, sum viðførdi hetta, er ilt at siga, men restina av fyrra hálvleiki hevði B36 hug at taka meira yvir. VB varð trýst langt aftur á vøllin, og tað var eisini heilt nær við, at B36 fekk okkurt málið. Nærmast mundi Jens Kristian vera, men í fyrstu atløgu bjargaði Bjarni Johansen knallharða stútaranum, og tá retururin skuldi sparkast inn, vóru beinini hjá Jens Kristiani akkurát ov stutt. Tróndur var fyri Tá liðini bæði fóru til hálvleiks, var tað framhaldandi bert eitt mál á muni. Ein kundi kanska roknað við, at B36 trýstið fór at gerast størri í seinna hálvleiki, tí enn høvdu teir bronsumerkini at spæla fyri. Harafturat kundi eisini roknast við, at trýstið á vágbingum fóru at geva teimum gummibein, men hetta hendi als ikki. Ístaðin fekk VB nú aftur nógv betri tak um dystin, og fyrsta korterið av seinna hálvleiki høvdu teir allar møguleikar at avgera dystin. Tróndur Vatnhamar, sum eisini var ein av høvuðsmonnunum hjá B36 fyri viku síðani, togaði tó fleiri góðar bjargingar fram, VB-leiðslan ikki varð økt. Fyrst bjargaði hann einum góðum skoti frá Tórði Holm, eftir at leikandi venjarin hevði lagt út frá baklinjuni. Løtu seinni var venjarin aftur upp á spæl, tá hann leikti Robert Cieslewicz leysan, men hesin sendi við síðuna av. Løtu seinni vóru leiklutirnir skiftir, tá Robert spældi Krzystof leysan, men enn einaferð fekk Tróndur vart fyri, og tá leikandi venjarin so seinni fekk alla B36 hálvuna at renna á, varð hann í fyrstu atløgu taklaður av málverjanum, sum eisini bjargaði, tá Milan Kulic gjørdist leysur við returinum. Tað kann tí ikki á nakran hátt sigast at vera óuppiborið, at VB um miðjan hálvleikin kom upp á 2-0. Hetta hendi, ta Milan sendi høgan bólt úr vinstru inn um B36 verjuna. Krzystof Popczynski var fyrstur á, og tá Tróndur var komin nakað úr málinum, lyfti leikandi venjarin, so bólturin í einum bleytum boga ferðaðist í B36 málið. Áskoðararnir vóru á gosið, leikararnir lógu allir í einum trunka og fagnaðust, og hesa løtuna mundi eingin vera í iva um, at VB skuldi gerast føroyameistari í bestu deildini fyri fyrstu ferð í 95 ára gomlu søgu felagsins. HB húsið fagnaði B36 Seinni helmingurin av seinna hálvleiki gjørdist tó meira spennandi, enn flestu VB viðhaldsfólkini bríggjaðu seg um. Tá tíggju minuttir vóru eftir at leika, eydnaðist tað nevnliga júst innskifta Bjarna Prior at minka um munin, tá hann brádliga gjørdist leysur í brotsteiginum. Sjáldan munnu HB viðhaldsfólkini hava fagna eini B36 skoring somikið nógv, og fagnaðurin gjørdist ikki minni, tá Tróndur nakað seinni aftur framdi eina fantom-bjarging, tá Robert Cieslewicz royndi seg áraka brotssparksblettinum. Fyri viku síðani var tað úr B36 húsinum, at fagnaðarrópini dundu niður til málverjan, men hesu ferð var tað úr HB húsinum. Seinastu løtuna royndi B36 at flyta alt meira fólk fram á vøllin, meðn VB hinvegin tók seg aftur, fyri at halda fast um leiðsluna. Talan mundi í fleiri førum verið um spentar støður, men rættuliga vandamikið gjørdist tað ongantíð. Tá dómarin so loksis blásti dystin av, var allur Gundadalur á gosi. Leikararnir vóru algoystir, riðilin av áskoðarum tusti inn á vøllin, og meðan Freddy Mercury, sáli, lat tónarnar av >>We are the champions<< runga úr hátalarunum, hálsfevndust og klemmaðust tey inni á vøllinum. Ongantíð hevur eitt lið bíðað so leingi eftir einum meistaraheitið, og hóast hini níggju liðini royndu tað, sum tey vóru ment, at steðga vágbingunum, so munnu FM-krónurnar vera vágbingunum væl untar. B36: Tróndur Vatnhamar - Karl Leonsson, Egil Zachariassen, Herbert í Lon Jacobsen - Klæmint Matras, Rógvi Róin, Jan Guttesen, Jens Kristian Hansen, Dánjal Petur Johansen - Jákup á Borg, Magni á Lakjuni VB: Bjarni Johansen - Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen - Palli Augustinussen, Tórður Holm, Kjærbo, Milan Kulic, Jón Pauli Olsen - Krzystof Popzynski, Robert Cieslewicz Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Sumba repar seglini Bjargingarroyndin miseydnaðist ímóti HB, sum gjørdi sítt fyri at varðveita møguleikan at vinna FM Sumbingar søgdu leygardagin fyri aðru ferð farvæl við bestu deildina. Teir søgdu eisini farvæl við útlendsku sáttmálaspælararnar. Um nakar av teimum fýra jugoslavunum fer at koma aftur til Sumbiar er ikki greitt, men tað er greitt, at teir í Sumba fara ikki komandi ár at rinda spælarum pengar fyri at hjálpa teimum við fótbóltinum: Vit eru ikki fleiri enn háltv triðja hundrað fólk í bygdini. Fíggjarliga grundarlagið undir felagnum er tískil tepurt, og tað er sera tungt at reka eitt fótbóltsfelag. Hesi trý árini, sum vit í hesum umfarinum hava verið í bestu deildini, hevur størsti denturin verið lagdur á besta liðið. Vit í nevndini hava viðgjørt spurningin, og vit hava ásannað, at tað er neyðugt hjá okkum at gera meiri við yngru deildirnar. Og um vit skulu gera tað, so ber ikki til at brúka so nógva orku upp á besta liðið, sum vit hava gjørt hesi trý seinastu árini. Hetta sigur Jonhard Vestergaard. Hann er formaður í Sumbiar Ítróttarfelag, og hann ásannar, at talan er um eina tvístøðu: Fleiri av spælarunum á besta liðnum hava nátt ein høgan fótbóltsaldur. Men vit hava eisini nakrar ungar spælarar, sum hava góð evni og stóran vilja. Teir hava avgjørt møguleikar at gera seg galdandi í 1. deild. Spurningurin er so, hvussu tað kann lata seg gera, sigur Jonhard Vestergaard, sum eisini gleðir seg yvir, at nakrir blaðungir dreingir eru evnaríkir og um heilt fá ár kunnu gera seg galdandi á besta liðnum: Talan verður kortini altíð um eitt stríð, tá tað er eitt so lítið felag sum hjá okkum. Nógvir ungir spælarar fara aðra staðni at arbeiða, til skips ella teir fáa sær útbúgving. Vit kenna treytirnar, og vit fara at hanga í. Men tað verður ikki við fremmandum spælarum á liðnum, sum fáa pengar fyri at spæla fótbólt. Ætlanin helt fyrstu løtuna Sumbingar vistu, at um teir skuldu fáa stig ímóti HB, so ráddi nógv um at fáa fyrsta málið. Tað eydnaðist, tá Sasa Tomajek, sum býr og arbeiðir í Klaksvík, smekkaði eitt langskot innum Bárður Johannesen í HB málinum. Tá vóru 18 minuttir farnir, og málið gav sumbingum eina løtu trúnna uppá, at tað kundi bera til. Sumbingar tóktust spæla við tveimum aftastu monnum (um tað ber til at siga tað soleiðis). Marlon og Dánjal Johan bakkaðu upp, og jugoslavarnir báðir tóku sær av fremstu álopsmonnunum. Sumbingar vónaðu at halda tørn inntil steðgin. Teir halda sjálvir, at um tað hevði eydnast teimum, so høvdu teir havt møguleikan at fingið í hvussu so er eitt stig. Tað eydnaðist ikki. Teir síðstu fimm minuttirnir undan steðginum vóru dýrir. Tryggur sigur Breiddin á HB liðnum er nógv størri, enn hon er hjá sumbingum, og undan steðginum var tað greitt, at tað fór at verða meiri enn torført hjá heimaliðnum at fáa nakað burturúr. HB vildi ikki hava sitandi á sær, at teir ikki gjørdu sítt fyri at taka av, um FM møguleikin skuldi stinga seg upp. Eftir at heimaliðið var komið framum, umskipaði Ion Geolgau. Allan Mørkøre varð fluttur av vongverjanum og fram á miðvallarplássið í høgru, Hallur Danielsen fór av sentrala miðvallarplássinum og aftur á vongverjan, og liðformaðurin, Ingi Rasmussen, fór av miðvallarplássinum í høgru og inn á mittasta miðvallarplássið, har hann var góður bylgjubrótari, meðan Rói Árting og Allan Mørkøre fóðraðu teir tríggjar ungu menninar, sum mannaðu álopið. Andrew av Fløtum hevur verið støðugur og vandamikil í ár. Hann skoraði stutt undan steðginum tvey mál, eftir at hann var komin inn úr vinstru, og miðskeiðis í 2. hálvleiki staðfesti Jón Rói Jakobsen, sum í ár veruliga hevur staðfest, at hann er ein klassaspælari, sigurin. Allan Mørkøre legði innfyri úr høgru, og Jón Rói var púra leysur, tá hann við handara stólpan stútaði í málið. Einstakir HB stuðlar vóru í Sumba. Kanska høvdu teir fýrverk og sjampanju goymda í viðførinum. Hetta kom ikki fram í ljósið, men tað kann goymast til komandi ár. Tá fer HB aftur at gera seg galdandi, og tá fara teir at hava tann lærdómin í viðførinum, at tað skal spælast inntil sísta bríksl - hvørja ferð! jh Sumba: Fróði Mortensen - Nikola Biberdzic,Marlon Kjærbo, Dánjal Johan Joensen, Spasojé Biberdzic - Hans Jákup Thomsen, Sasa Tomajek , Jan Poulsen, Eirikur Joensen, Mortan úr Hørg - Nebosja Veljkovic HB: Bárður Johannesen - Allan Mørkøre, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus M. Joensen - Ingi Rasmussen, Hallur Danielsen, Rói Árting- Bárður Mortansson, Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo LÍF hongur í klønum trá 2. deild: LÍF var á vitjan í Havn, har B36 sendi teir norðuraftur við einum 2-1 tapi. LÍF skal nú spæla niðurflytingardyst ímóti B71, meðan B36 tók seg uppá fjórða pláss á stigatalvuni Einki í spælinum hjá leirvíkingum fyri steðgin bendi á, at teir stríddust fyri lívinum í 2. deild. Støðan var tann undan dystinum, at LÍF skuldi í minsta lagi hava tað eina stigið fyri at sleppa undan einum niðurflytingardysti ímóti B71. Stríðshugurin hjá LÍF var tó lítil, og teir spældu seg ikki fram til teir stóru møguleikarnar. B36 hevði einki at spæla fyri uttan einum fjórða plássi. B36 hinvegin var nógv vandamiklari í álopsspælinum, og tað eydnaðist eisini at fáa bóltin innum tvær ferðir undan steðginum, men lítið gott fótbóltsspæl var at síggja á niðara vølli í Gundadali leygardagin. B36 liðið hevði mist fimm av spælarunum frá seinasta dysti, og tí vóru fleiri nýggir spælarar at síggja. Kenneth Jacobsen legði heimaliðið framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Eftir gjøgnumspæl í høgra borði gjørdist Kenneth leysur miðskeiðis frammanfyri málinum og so var lag á manni at seta bóltin í kassan. LÍF royndi hesa løtuna at skapa nakað á B36 hálvuni. Onkur vandamikil støða kom í lag, men eingin veruligur møguleiki spurdist burturúr, og LÍF álopið var sum heild heldur tannleyst. B36 økti til 2-0 stutt eftir. Johnny Samuelsen rann eina sending upp og skuldi leggja innfyri stutt frá baklinjuni, men innleggið fór ístaðin undir uppundir nettakið. 2-0 til heimaliðið, og nú sá svart út hjá LÍF, sum skuldi hava stig frá hesum dystinum. Í seinna hálvleiki varð Kristian Eliassen settur inn í álopið, og hann vísti seg at vera vandamiklari. Hann varð eisini settur inn fyri viku síðani móti GÍ, og tann útskiftingin gav úrslit ta ferðina, hóast hann ikki skoraði. LÍF var betra liðið eftir steðgin og hevði bóltin størsta partin av tíðini. B36 hevði ein stóran møguleika eftir steðgin, men málverjin vardi, tá Páll H. Johannesen gjørdist leysur í høgra borði. Leikliga yvirvágin bar ávøkst miðskeiðis í seinna hálvleiki. B36 verjan ruddaði ikki upp eftir eitt innlegg, og bólturin datt fyri føturnar á Kaj Eli Olsen, sum langaði til. Skotið bar við málverjan, men fór kortini inn. LÍF royndi eftir hetta at fáa útjavnandi málið, sum hevði havt við sær, at LÍF fór framum HB. B36 verjan stóð tó stinn, og LÍF hevði ongan stóran málmøguleika, eftir at málið varð skotið. Kappingarárið hjá LÍF er nú longt nakrar dagar, og hetta er triðja árið á rað, at hetta hendir. Tvey tey seinastu árini hevur LÍF tó spælt uppflytingardyst móti Sumba ístaðin fyri niðurflytingardyst sum nú, har mótstøðuliðið verður B71. B36 endaði á fjórða plássi, og tað eru havnamenninir óivað nøgdir við, men bronsumerkini kundu tó lættliga hingið um hálsin. Bara eitt stig var upp til TB á triðja plássi. B36-LÍF 2-1 (2-0) 1-0: Kenneth Jacobsen 2-0: Johnny Samuelsen 2-1: Kaj Eli Olsen Stefan í Skorini - jakup@sosialurin.fo EB/Streymur endaði við sigri 2. deild. Hóast uppflytingin varð tryggjað, vildu sundalagsmenn fegnir vinna seinasta dystin móti NSÍ. Hetta eydnaðist eisini móti endanum, tá Jákup Martin Joensen avgjørdi dystin við tveimum málum Hóast teir høvdu viljan at vinna var torført at bróta ígjøgnum ta treisku NSÍ verjuna, sum stóð stinn størsta partin av dystinum, men móti endanum megnaði heimaliðið ikki at standa ímóti meira. Jákup Martin Joensen, sum gjørdi tvey mál fyri viku síðani, var aftur tvífaldur málskjútti hesuferð. Í fyrra hálvleiki gekk tað javnt á, men felagsliðið EB/Streymur var kanska við yvirlutan. Teir høvdu tamarhald á støðuni, og spældu seg eisini fram til nakrar málmøguleikar. Kaj Joensen hevði ein stóran møguleika, og Finnbjørn Zachariassen hevði eitt skot á stongina. Annars fór ikki nógv fram við bæði málini, og tað eydnaðist ikki at skjóta mál fyri steðgin. Eftir steðgin var líkt til, at EB/Streymur setti allar kreftir inn fyri at fáa vinnandi málið. Oddaliðið hevði stóra leikliga yvirvág, men ikki fyrr enn móti endanum eydnaðist tað at fáa hol á. Tá eini tjúgu minuttir vóru eftir at spæla, royndi Jákup Martin Joensen seg úr 20-metra fjarstøðu. Skotið var gott, og málverjin megnaði ikki at bjarga. So var støðan 1-0 til útiliðið. Nakað seinni var Jákup Martin Joensen aftur á rætta staðnum. Hann varð spældur leysur, men málverjin bjargaði í fyrstu syftu. Jákup Martin fekk tó bóltin aftur og lyfti bóltin uppum tann hjálparleysa málverjan. 2-0 var støðan, tá dómarin bríkslaði dystin av. Motivatiónin skortaði kanska eitt sindur leygardagin, men sigurin kom í hús hóast alt. EB/Streymur endaði sostatt hetta sera væleydnaða kappingarárið við einum sigri á NSÍ inni í Runavík, sum ikki er tað lættasta staðið at fara heimaftur við trimum stigum. EB/Streymur hevur verið sera sannførandi í ár, og tað er uppiborið, at teir hava tryggjað sær sætið í bestu mansdeildini. Tað verður tó neyðugt, at fáa nakað av nýggjum fólki til felagið, tí lopið frá næstbestu til bestu deildina er stórt, og ringt verður at klára seg við somu manningini. Enn er ikki avgjørt, hvør verður venjari hjá liðnum, men Bergur Magnussen hevur roynst væl í ár. Hann hevur eisini royndir sum spælari frá bestu deildini, tá hann spældi fyri B36, har hann vann steypakappingina í 1991. NSÍ-EB/Streymur 0-2 (0-0) 0-1: Jákup Martin Joensen 0-2: Jákup Martin Joensen Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Skuldu vinna Gylti venjarin hjá vágbingum var sera fegin um, at tað, umframt at vinna dystin, eydnaðist VB at skapa ein góðan fótbóltsdyst Undan dystinum var tað eins og leikandi venjarin hjá VB, Krzystof Popczynski, gjørdi nógv fyri at undirspæla leiklutin hjá VB. Millum annað vísti hann í leygardagsblaðnum á, at einki trýst var á teimum, tí teir longu høvdu rokkið meira, enn nakar hevði roknað við. Eftir dystin viðgekk hann tó, at tað stóð nógv á, tá teir fóru á vøllin. Hetta var sjálvandi ein stórur dystur fyri okkara viðkomandi, og beint nú eri eg bara fegin um, at alt spældi væl av. Vit byrjaðu kanska nóg so varliga, men alt í alt mundi spæliætlanin vera hin rætta. Vit royndu at skapa ein góðan fótbóltsdyst, og hetta haldi eg eisini eydnaðist okkum, tí vit kláraðu at søkja á B36 málið, uttan at hetta viðførdi, at vit gjørdist ov tunnir í verjupartinum. Góðan stuðul Tað hevði eisini stóran týdning fyri okkum, at talan gjørdist um ein góðan dyst. Stuðulin frá áskoðarunum var heilt einastandandi, og tað skulu teir hava stóra tøkk fyri. At áskoðararnir soleiðis stuðla okkum, ger bara dagin enn meira serstakan. Annars er hetta ikki fyrstu ferð, at áskoðararnir stuðla okkum somikið væl, tí teir hava verið sera trúgvir ígjøgnum árið. At enda segði venjarin, at teir fara at runda árið av, tá teir mánakvøldið aftur fóru á vøllin at venja. Talan fór tó ikki at verðaum nakrar tunga venjing. Vit fara bara út at hugna okku, og siga takk fyri árið við hvønn annan, og líka mikið, hvussu móðir leikararnir tá eru, so ivist eg ikki í, at teir allir møta upp til venjingina. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Málrok í Sørvági Klaksvíkingar endaðu árið við einari rættiligari málveitslu, tá teir leygardagin vóru á vitjan í Sørvági, har kappingarárið er longt við tveimum dystum Tað vóru bert vágamenn ,sum høvdu nakað at spæla fyri, tá teir sunnudagin vóru vertir fyri klaksvíkingum, sum fyri fyribils seinastu ferð kundu rópa seg verandi føroyameistarar. Møguliga var vandin fyri niðurflyting tó ov stórt trýst hjá heimaliðnum, tí fyrstu løtuna var skilið á spælinum alt annað enn gott. Meðan teir á heimaliðnum runnu sum fluga í fløsku, kundi KÍ við tveimm skjótum málum leggja seg á odda. Vendu upp aftur Samstundis frættist, at Sumba hevði lagt seg á odda móti HB, og heilt fram til steðgin, tá HB hevði vent dystinum har suðuri, vóru vágamenn sostatt í næstbestu deildini. Áðrenn farið varð til steðgin, hevði Bakus tó minkað um munin, og sum skilst har vesturi, so hevði heimaliðið rættiliga gott tak á gestunum seinasta hálva tíman av fyrra hálvleiki. Klaksvíkingar noyddust at vera bæði Jan Joensen og Rógva Jacobsen fyri uttan í dystinum. Rógvi er í løtuni í Noreg og venur við Sogndal, meðan Jan ikki var klárur, eftir snuddin, hann fekk undir venjingini hóskvøldið. Hetta tóktist tó ikki at nerva klaksvíkingarnar, sum spældu fullkomuliga frígjørt, og seinni hálvleikur var ikki gamal, áðrenn Marek og Eyðun Klakstein høvdu økt munin upp í 4-1. Vágamenn spentu nú bogan høgt í eini roynd at fanga KÍ aftur, og tað var eisini um reppið, at hetta gav úrslit. Við málum frá John Johansen og Bakus, minkaðu teir munin niður í eitt mál , og hevði tað ikki verið fyri óneyðuga brotssparkið, sum Harley setti í netið, kundi seinasta málið á árinum møguliga givið eitt stig. Nú gjørdist talan um enn eitt tap hjá vágamonnum, men tá Sumba samstundis tapti sín dyst, kostaði tapið einki hjá heimaliðnum. Góðar vónir Áðrenn vágamenn kunnu vera vísir í, at teir eisini kunnu hava eitt fyrstudeildarlið komandi kappingarár, skal liðið spæla tveir dystir móti fuglfirðingum, sum gjørdust nr. 2 í næstbestu deildini. Páll F. Joensen, sum hevur verið hjálparvenjari hetta kappingarárð, heldru, at hóast talan var um tap móti KÍ, so eru vónirnar undan hesum báðum seinastu dystunum hampuliga góðar. Spælið var til tíðir á eini góðari leið, men KÍ fekk nøkur bílig mál, sum gjørdu, at vit taptu dystin. Kunnu vit halda fast í teimum positivu lutunum í dystinum, eiga vit at klára teir báðar dystirnar móti fulgfirðingum, helt hann, tá vit eftir dystin spurdu hann um vónirnar fyri fyrstu deildarfótbólti. Tað verður tó ein missur fyri vágamenn, at teir mugu vera Hannus Olsen fyri uttan í fyrra dystinum. Hann var ein av trimum leikarum, sum fekk reyða kortið í dystinum, hóast Páll helt, at talan ikki átti at verið um nakað reytt kort yvirhøvur. Hjá klaksvíkingum er nú bert eftir at líta fram móti komandi kappingarárið. Hetta árið gera teir best í at gloyma sum skjótast, tí meira enn nakað annað lið, verður KÍ í ár mett sum stóra vónbrotið. Árið hevur mest verið álíkt einnum antiklimaksið, har liðið ongantíð vann seg upp aftur, eftir at teir báðir fyrstu dystirnir endaðu við tapi. Einki er tó at ivast í, roknast eisini skal við klaksvíkingum komandi kappingarár. Fótbóltsevnini á liðnum eru framúr, og kann hugburðurin rættast móti tí, sum var galdandi í fjør, eiga heiðursmerki í øllum førum at standa á skránni komandi ár. FS Vágar-KÍ 4-5 (1-2) 0-1: Niclas Niclasen 4 0-2: Ove Nysted 12 1-2: Rimvydas Bakus 35 1-3: Marek Vierzbicki 56 1-4: Eyðun Klakstein 63 2-4: John Johansen 65 3-4: Rimvydas Bakus 70 3-5: Harley Bertholdsen 80 (br.) 4-5: Birgir Joensen 90 Dómari: Petur Hansen (LÍF) FS Vágar: Remigius Mikocionis - Høgni Ole-Jacobsen, Zylvanius Zudis, Heðin Joensen - Km Poulsen, Hannus Olsen, Ari Thomassen, Rimvydas Bakus - John Johansen, Birgir Joensen, Igoris Kirillovas KÍ: Zoltan Kujundric - Jan Andreasen, Símun Waag Høgnesen, Niclas Niclasen - Harley Bertholdsen, Hjalgrím Elttør, Marek Wierzbicki, Anhold Joensen, Heðin á Lakjuni - Eyðun Klakstein, Ove Nysted Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Kassadystur Fíggjarliga úrtøkan hjá B36 var betri enn tann ítróttarliga Um ikki annað, so kunnu tey í B36 vera nøgd við peningaligu úrtøkuna av dystinum leygardagin. Tilsamans vórðu umleið 2.150 atgongumerki seld, so hóast vágbingar einki stig lótu eftir sær, so sótu tey í B36 ikki heilt við ongum, tá dysturin var lokin. Tá KÍ í fjør vitjaði í næst seinasta umfarinum, vóru á leið 2.600 gjaldandi áskoðarar, men kassameistarin hjá B36, Kjartan Mohr, roknaði við, at tað kortini vóru fleiri áskoðarar til dystin leygardagin, enn tað vóru í fjør. Per Joensen og Gunnar Reynslág sita her eftir dystin og telja upp pengarnar fyri seldu atgongumerkini Stefan í Skorini - jakup@sosialurin.fo HB gav ÍF lítla mótstøðu 2. deild: ÍF hevði undan dystinum tryggjað sær at spæla uppflytingardyst, og tí fingu fleiri av teimum ungu møguleikan at royna seg, og teir komu væl frá uppgávuni. ÍF vann stórt á HB. 6-1 var úrslitið Tað sást beinanvegin, at hetta vóru lið í hvør sínum enda á stigatalvuni, sum møttust í Fuglafirði. Tað bragdaði tó ikki av álvara hjá fuglfirðingum fyrr enn í seinna hálvleiki. Av tí at dysturin ikki var av nøkrum týdningi hjá ÍF, hevði venjarin gjørt av at geva nøkrum av teimum ungu, sum vanliga ikki fáa nógva spælitíð, møguleikan at royna seg á besta liðnum. HB hevði hinvegin ikki tryggjað seg í næstbestu deildini, men hini úrslitini lagaðu seg so, at teir ikki skulu spæla niðurflytingardyst, tí teir endaðu á triðniðasta plássi. ÍF legði seg framum beinanvegin. Hornaspark varð sent tætt innfyri málið, har Kaj Leo, sum varð hart trýstur av fleiri ÍF-arum, ikki fekk beint bóltin burtur men ístaðin í egið mál. Dyggur smeitur at fáa so tíðliga í dystinum. HB svaraði tó aftur eitt sindur seinni. Fyrrverandi ÍF spælarin Eyðun Samuelsen fekk fatur á bóltinum frá ÍF verjuni og setti beina kós móti málinum, har hann gjørdi útjavnandi málið. Hetta málið tryggjaði honum sætið ovast á máltindinum við 14 málum. ÍF legði seg tó framumaftur fyri steðgin, tá Kaj Leo ikki megnaði at halda einum skoti, og John Thomsen var skjótur at beina bóltin í netið. John Thomsen spældi annars ein fínan dyst í álopinum hjá heimaliðnum. Eftir steðgin megnaði HB ikki at fylgja við meira. Ken Bærendsen sendi fyrst eitt beinleiðis fríspark í málið. Hann var staddur nakað frá síðulinjuni, tá hann sendi frísparkið hart og flatt móti málinum. Ímillum vinir og fíggindar ferðaðist bólturin beina leið í málið. Fjórða málinum stóð Høgni Zachariassen fyri. Hann var ein av nøkrum unglingum, sum vóru á vøllinum allan dystin. Høgni dróg framvið fleiri av teimum gomlu og garvaðu verjuni hjá HB. At enda rundaði hann eisini Kaj Leo og trillaði í kassan. Tvey mál komu móti endanum av dystinum. Fyrst var tað Eyðolvur Petersen, og síðani Rúni Petersen, sum eisini sluppu at skjóta mál. Næsta uppgávan hjá ÍF verður torførari enn tann móti HB. FS Vágar verður mótstøðuliðið, og tey skulu dystast um tað seinasta plássið í 1. deild komandi ár. Hetta verður ein sera stórur biti hjá ÍF at gloypa, men teir fara óivað at gera alt fyri at endurvinna sætið í bestu deildini. FS Vágar hinvegin hevur fleiri heilt góðar spælarar. Eisini hava vágamenn víst, at teir kunnu bíta frá sær av álvara. Hetta bera sigrarnir á B68 og GÍ boð um. Næstu vikurnar fara siga okkum, hvørt tað verður FS Vágar ella ÍF, sum skulu spæla í 1. deild komandi ár. ÍF-HB 6-1 (2-1) 1-0: Sjálvmál 1-1: Eyðun Samuelsen 2-1: John Thomsen 3-1: Ken Bærendsen 4-1: Høgni Zachariasen 5-1: Eyðolvur Petersen 6-1: Rúni Petersen Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Ungdómurin fær milliónina Tað eru stórir pengar í at gerast føroyameistari í dag, og formaðurin hjá VB sigur, at hesin fyrst og fremst skal nýtast til ungdómsdeildina Tað var ein sjónliga rørdur VB formaður, sum stóð millum allar áskoðararnar, tá dysturin leygardagin var liðugur. Tað var eins, og hevði hann als ikki skilt, at felag hansara hevði vunnið føroyameistaraheitið, og hann ásannaði eisini, at hetta var eins stórur dagur hjá sær. Hetta er ein stórur dagur í søguni hjá VB, nú vit eru føroyameistarar í fyrstu deild hjá monnum. Eg má siga, at hetta slettis ikki er gingið upp fyri seg. Akkúrát hvussu kvøldið fer at verða veit eg slettis ikki. Nú fara vit so suður, og okkurt verður hildið í høllini í kvøld, og so mugu vit bara finna út av, hvat meira fer at henda. Ein góð avgerð Fyri hálvum øðrum árið síðani, var støðan í Vági ein heilt onnur. Tosið um at skifta venjaran gekk heitt, men í dag má tó sigast, at tað var ein røtt avgerð, sum tá varð tikin. Ja, tað var faktiskt soleiðis við ársenda í fjør, at tað var um reppið, at venjarin gavst. Fleiri feløg vóru eftir honum, tí tey vildu hava hann til sína at gerast venjari. Vit høvdu tó ein trý ára langan sáttmála, og vit í felagnum vóru samdir um, at vit ikki vildu lata hann fara. Tað rokni eg eisini við, at hann er glaður um í dag, og saman við restina av liðnum verður hann eisini hjá okkum komandi ár. So at siga verður alt fólkið tað sama komandi ár. Vit hava ikki so ógvuliga nógvar ungar leikarar at seta við. Onkrir hava verið við í hópinum í ár, men næsta ættarlið er framvegis ov ungt til at vera við í fremstu røð. Til ungdómin Júst ungdómsarbeiðið er annars eitt øki, har VB hevur gjørt stóra nýtslu av útlendsku leikarunum, sum hava verið í felagnum. Er hetta nakað, sum er við til geva yngru leikarunum størri áhuga, soleiðis at teir vera eggjaðir til at gera enn meira við venjingina. Tað kann man gott siga. Vit hava eisini onkran árgang, sum stendur seg sera væl. Serliga hugsi eg her um dreingjaliðið, sum Krzystof hevur tikið sær av. Teir hava ikki staðið seg móti allabestu liðunum í deildini, men teir eru allir í yngra árganginum, og vera sostatt eisini í dreingjadeildini komandi ár. Eisini hava vit góðar leikarar í smápiltum og piltum, so tað er avgjørt eitt øki, sum er batnað nógv seinnu árini. Annars hevur ungdómsarbeiði ligið lamið í fleiri ár hjá okkum, men tað er so veg uppeftir. Tað er tó nakað, sum kostar nógvar pengar at reka, og tað er so heilt víst, at meginparturin av pengunum, sum VB kemur at fáa frá UEFA, fer at verða nýttur til at betra um hendan partin av felagsarbeiðinum. Jóannnis Joensen - jakup@sosialurin.fo Súni Fríði endaði ovast Nú er tað greitt, at báðir skarprættararnir hjá B68 aftur komandi ár fara at spæla á Svangaskarði Súni Fríði Johannesen gjørdist toppskjútti í bestu deildini. Hann skoraði øll trý B68 málini leygardagin, og harvið fór hann so at siga á málstrikuni framum Marcello Marcellino. Súni Fríði er skrásettur fyri sekstan mál í ár, og Marcello er skrásettur fyri fimtan mál. Tilsaman hava teir báðir skorað 31 av teimum 43 málunum, sum B68 fekk í júst lokna kappingarárinum. Og tað eru líkindi fyri, at teir báðir fara at skora fleiri mál fyri B68. Í morgin farra teir báðir brasiliumenninir á Toftum, Marlon Jorge og Marcello Marcellino, til hús í vetrarfrí. Teir hava báðir skrivað undir nýggja avtalu við B68. Teir skulu vera aftur á Toftum 1. mars. Vit skilja á lagnum, at fleiri feløg hava spurt eftir teimum báðum málslúkunum hjá B68, men teir fara ongan veg. Súni Fríði Johannesen hevur eisini skrivað undir nýggjan sáttmála, og so er spurningurin, nær toppskjúttin í ár og í 1995 fer at runda mál nummar eitt hundrað. Higartil hevur Súni Fríði skorað 95 mál í landskappingardystum í 1. deild. Besta árið var í 1995, tá hann skoraði 24 mál. Næstbesta árið var í 1998, tá HB gjørdist meistari, m. a. tí Súni Fríði skoraði 18 mál. Ta ferðina var Jákup á Borg toppskjútti í bestu deildini við 20 málum. B36 hevur skorað flest mál í bestu deildini. Málini eru býtt út á nógvar spælarar. Jákup á Borg er toppskjútti í B36 við sjey málum. jh Máltindurin 1992-2000 1992: Símun Petur Justinussen, GÍ 14 mál 1993: Uni Arge, HB 11 mál 1994: John Petersen, GÍ 21 mál 1995: Súni Fríði Johannesen, B68 24 mál 1996: Kurt Mørkøre, KÍ 20 mál 1997: Uni Arge, HB 24 mál 1998: Jákup á Borg, B36 20 mál 1999: Jákup á Borg, B36 17 mál 2000: Súni Fríði Johannesen, B68 16 mál Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Málveitsla á Svangaskarði Lítil dentur varð lagdur á verjupartin í 1. hálvleiki, men í 2. hálvleiki bundu gøtumenn, sum ikki hava tapt á Toftum síðani 1989 fyri, og so vunnu teir stórt Tað var sera málríkt á Svangaskarði leygardagin. GÍ vann 7-3, og tað sigur ikki so lítið um, hvussu nógvur futtur var í, at støðan var 3-3, tá fyrra umfarið var hálvrunnið. Teir á heimaliðnum royndu í 1. hálvleiki at vísa rætta hugburðin, og tað eydnaðist teimum tríggjar ferðir at koma framum. Men gøtuenn komu hvørja ferð afturíaftur beinanvegin. Sjálvt um B68 tríggjar ferðir var frammanfyri, so vóru teir tilsaman ikki frammanfyri í meiri enn seks minuttir. GÍ kom framum stutt undan steðginum. Tá liðini komu á vøllin eftir steðgin, tóktust toftamenn ætla sær at fáa tak á aftur. Men tað gekk bara ein lítil løta, áðrenn GÍ hevði økt til 5-3, og so var liðugt hjá B68, sum hevði ilt við at finna rættu støðurnar til mótstøðumenninar. GÍ var rættuliga álopsrættað í 4-3-3 útgangsstøðu, har Magni Jarnskor, Helgi L. Petersen og Súni Olsen mannaður fremstu plássini. Gongur tað, sum Súni Olsen ætlar, so spældi hann fyri síðstu ferð í hesum umfarinum við GÍ. Nú skal hann nýta fótbóltsevnini, sum eru ment í GÍ, í Hollandi. Farvæl heilsanin til barndómsfelagið var ikki so galin, tí Súni Olsen skoraði trý mál, og í fleiri øðrum førum átti hann næstsíðsta fótin. Málini 1-0: 7. min. Marlon Jorge leggur innfyri úr høgru, og Súni Fríði Johannesen setur krúllin undir bóltin. 1-1: 10. min. Súni Olsen fer til baklinjuna í vinstru, leggur úr frá, og nýggi miðvallarin, Poul Henning Jacobsen smekkar til av brotsteigarmarkinum. 2-1: 14. min. Øssur Hansen fer til baklinjuna í vinstru, GÍ verjan er tøvandi, tí teir halda, at talan var um rangstøðu. Súni Fríði Johannesen er fyrstur á flata innlegginum. 2-2: 16. min. Toftamenn hava ikki fingið armarnar niður um høvdið aftur, tá Súni Olsen smekkar flatt úr vinstru og í handara síðunetið. 3-2: 21. min. GÍ málverjin trýstir Marlon Jorge niður, dómarin bríkslar fyri brotssparki, og Súni Fríði Johannesen tekur uppgávuna á seg. Hesa ferð er hann tryggur úr ellivu metrum. 3-3: 22. min. Aftur eru toftamenn ikki nóg ansnir beint eftir, at teir hava skorað. Málið er endurtøka av 1-1 málinum. Súni leggur upp, og hesa ferð er Hans Pauli Petersen avrættarin. 3-4: 43. min. Magni Jarnskor lyftir inn um B68 verjuna. Toftamenn halda, at Helgi L. Petersen er rangstaddur. Tað halda linjuverjin og dómarin ikki, og so er lætt hjá Helga at sneiða framvið málverjanum og trilla bóltin í málið. 3-5: 50. min. Hallur Hansen sendir langt útspark fram á B68 hálvuna. Fleiri verjuspælarar og B68 málverjin halda seg at hava tak á, inntil Magni Jarnskor leypur til og við høvdinum snittar upp um málverjan. 3-6 og 3-7: Súni Olsen staðfestir rimmar GÍ sigurin í 54. og 62. minutti. Í seinna førinum er púra útselt hjá toftamonnum. Helgi L. Petersen hevur bóltin og spælir lítið sjálvsøki tvørturum til uppaftr leysari Súna Olsen, sum takkar fyri. B68: Magnus Poulsen - Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Oleif Joensen - Marlon Jorge, Eyðstein Skipanes, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, Jákup Djurhuus - Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino GÍ: Hallur Hansen - Poul Ennigarð, Bartal Eliasen, Leivur Hansen - Hans Pauli Petersen, Jóan Petur Olsen, Poul Henning Jacobsen, Áslakur R. Petersen - Magni Jarnskor, Helgi L. Petersen, Súni Olsen Stefan í Skorini - jakup@sosialurin.fo Royn kom ov seint í gongd 2. deild: Hóast seks stig frá tveimum teimum seinastu dystunum má Royn ta tungu leið niður í 3. deild. Hetta vikuskiftið lá TB eftirá á Sevmýri, tá grannarnir vunnu 4-1 Síðan tað gjørdist greitt, at Royn skal spæla í 3. deild komandi kappingarár, hava hvalbingar fingið fulla úrtøku burturúr teimum tveimum restandi dystunum. Um hetta kemst av, at teir nú hava slept nervunum ella øðrum, ber bara til at gita um. Royn hevur við hesum víst, at tað hóast alt ber til at fáa sigrar í hús, men teir eru komnir ov seint í gongd. Teir vóru tvey stig ov stuttir at fáa LÍF aftur á næstniðasta plássinum, og nú iðra hvalbingar seg óivað um onkran dyst, har ein sigur skuldi verið fingin til høldar. Dysturin á Sevmýri millum TB og Royn varð spældur fríggjakvøldið. Hvørki av liðunum hevði nakað at spæla um, tí TB hevði longu tryggjað sær bronsumerkini og hevði ongan møguleika at vinna uppá annaðplássið. Royn hinvegin varð longu rótfest á niðasta plássi. TB legði harðari út frá byrjan av, og trýstið gav úrslit, tá eitt korter var farið. Milan Cimburovic fekk eina sending í dýbdina frá miðvøllinum, og eftir eina misskiljing í verjuni hjá Royn gjørdist hann leysur. Hann lyfti bóltin uppum málverjan, sum var komin út ímóti. Hvalbingar vildu tó ikki hava hetta sitandi á sær leingi. Áðrenn hálvleik høvdu teir vent gongdini og vóru tá á odda. Útjavnandi málið var eitt sindur heppið. Rúni Thomsen roynir seg við beinleiðis frísparki, sum málverjin ikki megnar at halda, og Regin Thomsen er fyrstur og beinir bóltin inn. Næsta málið varð skotið av unga Gisla Sveinbjørnsson. Pól Poulsen sendi ein langan bólt fram til Gisla, sum dregur framvið málverjanum og hevði ongar trupulleikar frammanfyri opna málinum. Hvalbingar vóru eins ídnir eftir einum sigri í seinna sum í fyrra umfari. Hetta var kanska eisini tann besti dysturin, sum Royn hevur spælt í øllum kappingarárinum. Bara keðiligt, at teir ikki hava funnið nakað av hesum spælinum fram fyrr. Málið til 3-1 avgjørdi í roynd og veru dystin. Rúni Thomsen, sum var við í nógvum, sendi ein langan bólt fram til Olivur Abrahamsen. Hann dróg framvið einum verjuspælara og skeyt útifrá upp í hornið. Tvørámenn sýndu lítlan vilja at vísa ordiligt spæl, tí teir vóru greiðir yvir, at stríðið um uppflyting varð tapt. Seinasta naglan í kistuna setti Gisli Sveinbjørnsson. Hetta var eisini tað vakrasta málið. Gisli royndi seg við høgra beini úr eini 20 metrum, og skotið fór uppí málhornið til endaligu støðuna 4-1. Royn kann koma beina leið uppaftur, men tað krevst, at arbeitt verður meira álvarsamt við fótbóltinum í Hvalba komandi ár. Tvørámenn hava hinvegin als ikki víst í ár, at teir hava fólkið til at venda aftur til 1. deild, har aldursforsetin óivað heldur seg hoyra heima. TB-Royn 1-4 (1-2) 1-0: Milan Cimburovic 1-1: Regin Thomsen 1-2: Gisli Sveinbjørnsson 1-3: Olvivur Abrahamsen 1-4: Gisli Sveinbjørnsson Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Besta úrslitið í 13 ár Fjórða plássið hjá NSÍ er besta úrslit felagsins síðani 1987, men høvdu B71 kent sína vitjunartíð, kundi søgan verið ein onnur B71-NSÍ 1-2 (0-0) B71 legði fyri sum eitt óløgi, tá NSÍ leygardagin var á vitjan. Fyrsta løtan av dystinum kundi givið fleiri mál, men í mun til viðleikarar sínar, var Rúni Joensen í NSÍ málinum vaknaður til tíðina. Høvdu sandoyingar gjørt nýtslu av hesum møguleikum, hevði dysturin kanska fingið eina heilt aðra gongd, men so var ikki, og tá alt kom til stykkis, noyddust teir á heimaliðnum enn einaferð at taka til takkar við einum teprum tapi. Sum nevnt, so vóru tað sandoyingar, sum byrjaðu betri, og fyrra helming av fyrra hálvleiki áttu teir eisini greiða yvirvág. NSÍ kom tó alsamt betri við í dystinum, tá fyrri hálvleikur var farin at halla høvdu teir so við og við arbeitt seg rættiliga inn í dystin. Stórar málmøguleikar var tó ikki talan um, men seint í hálvleikinum kendu runavíkingar seg tó snýttar fyri eitt brotsspark, tí B71 leikari nýtti hondina í egnum brotsteigi. Hvøkkurin, sum sandoyingar høvdu givið gestunum í fyrra hálvleiki var helst viðvirkandi til, at NSÍ legði meira fyri seinna umfarið. Tað hjálpti eisini væl til, tá Hans Jørgen Djurhuus fekk reytt kort, eftir at hann bert hevði verið á vøllinum í einar fimm minuttir. Frísparki var nakað úti á vøllinum, men hetta nervaði tó ikki Kári Hansen. Bólturin varð trillaður fyri føtur hansara, og úr 20 metrum høgdi hann bóltin í kassan. Leingi var líkt til, at hetta skuldi gerast einasta málið í dystinum, men so varð kortini ikki. Eitt sindur heppið økti Christian Høgni Jacobsen um munin, tá skeyt av brotsteigarmarkinum. Bólturin tók í ein verjuleikara a vegnum, so Waldemar Nowicki varð fullkomuliga snýttur, og bert kundi fylgja bóltinum við eygunum. B71 fekk tó eina vón nakað seinni, tá Bergleif Sólsker skeyt eitt sera gott langskot, sum helt sær nakrar sentimetrar oman fyri vøllin allan vegin í málið, uttan at málverjin hevði nakran sum helst møguleika at verja fyri. Fleiri mál komu ikki í dystinum, sum sostatt endaði við einum sigri til ruanvíkingar. Verður sæð burtur frá føroyameistarunum úr Vági, so er NSÍ tað liðið, sum hevur staðið seg best í seinnu kappingarhálvu, har teir vunnu sjey av níggju dystum. Samanlagt rakk hetta til eitt fjórða pláss, sum er sama endastøða, sum felagið hevði í 1987. Runavíkingar iðra seg tó um, at tað ikki eydnaðist at fáa fleiri stig, og sera munnu teir fýra dystirnir, sum vórðu taptir upp í slag í vár, sum tyngja roknskaping. Eisini sandoyingar munnu vera á einum máli um, at teir áttu at fingið eina betri endastøðu. Fleiri dystir eru taptir sera tepurt, og soleiðis varð eisini hesu ferð. Einki er tó at ivast í, at sandoyingar hava fólk til betri endastøður í komandi ári, um so er, at eingin leikari gevst í felagnum, men alt hetta eru spurningar, sum allar helst verða avkláraðir, tá tað aftur fer at vára. B71-NSÍ 1-2 (0-0) 0-1: Dánial Hansen 51 0-2: Christian Høgni Jacobsen 80 1-2: Bergleif Sólsker 85 Dómari: Regin Egholm (B36) B71: Waldemar Nowicki - Bernhard Petersen, Jón Brekku, Bergleif Sólsker - Kári Nielsen, Jógvan Jón Petersen, Julian Florescu, Bjørn Thorsteinsson - Eli Hentze, Høgni Hansen, Michael Jørgensen NSÍ: Rúni Joensen - Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen - Sonni L. Petersen, Gert Langgaard, Brynjálvur Hansen, Eddie Mikkelsen - Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Sogndal má bíða eitt sindur Allan Simonsen taldist ímillum eygnavitnini, tá Sogndal síðstu løtuna misti tvey mála leiðslu og tískil bara fekk eitt stig burturúr Sunnukvøldið var einki serligt lag á føroyingunum í Sogndal. Fyrr um dagin høvdu teir havt vitjan av Hamarkameraterne ella HamKam, sum teir oftast verða nevndir. Í 61. minutti kom Sogndal á odda 2-0, og so bendi alt á, at tað skuldi eydnast føroyska felagnum at vinna tey trý stigini. Um teir høvdu megnað tað, so hevði tað eisini verið púra greitt, at triðja plássið - og harvið møguleikin at spæla um eitt pláss í bestu deildini - var komið til høldar. Men soleiðis skuldi tað ikki ganga. Fyri fyrstu ferð nakrantíð var føroyski landsliðsvenjarin á vitjan í Sogndal. Allan Simonsen taldist millum áskoðararnar á Fosshaugan í Sogndal sunnudagin seinnapartin. Rógvi venur við Í løtuni eru fýra av teimum átjan spælarunum, sum Allan Simonsen hevur sent boð eftir til landsliðsferðina til Sveis og Jugoslavia, í Sogndal. Hans Fróði Hansen, Julian Johnsson og Kurt Mørkøre vóru allir ímillum teir fyrstu ellivu sunnudagin. Hans Fróði og Julian vóru við allar 90 minuttirnar, meðan Kurt Mørkøre, sum hevði sæð gula kortið, varð skiftur út, tá tað restaðu 17 minuttir. Rógvi Jacobsen úr KÍ fór í síðstu viku at royndarvenja í Sogndal. Sunnudagin sá hann heimadystin, og ætlanin hevur verið, at hann skuldi venja við fyrrapartin av hesi vikuni. Mikudagin fara teir fýra føroysku landsliðsspælararnir í Sogndal til Sveis. Greitt omaná Sogndal hevði vindin undan í 1. hálvleiki sunnudagin. Tað gekk eitt sindur striltið at fáa skipað miðvallarspælið, men í 27. minutti kom hol á. Eitt fríspark varð lagt innfyri úr átjan metrum, bólturin varð stútaður fyri føturnar á norksa U-21 landsliðsmanninum, Tommy Øren, sum sendi bóltin í málið. Tað var fagnaður millum spælararnar, og hann gjørdist uppaftur størri, tá ein tími var farin. Tommy Øren royndi seg við skoti úr seytjan metrum, og so var mál. Sogndal hevði fleiri aðrar møguleikar, men teir fingu ikki fleiri mál. Kurt Mørkøre var tætt við, tá eitt flatt innlegg kom innfyri úr vinstru. Norska pressan vildi vera við, at hevði skógvurin verið tvey nummur størri, so hevði Kurt megnað at stýrt tvørbóltinum í kassan. Í onkrari aðrari støðu var um reppið, at Kurt fekk mál eftir hornaspark. Skiftisspælarar upp á spæl Í 71. minutti minkaði HamKam um munin. Málskjútti var Daniel Novak. Hann varð skiftur inn á vøllin í 2. hálvleiki. Í yvirtíðini javnaði HamKam til 2-2. Málskjútti var Magne Brun, sum var komin á vøllin í 2. hálvleiki. At tað ikki eydnaðist Sogndal at fáa øll stigini var eitt stórt vónbrot. Stigatapið hevði við sær, at tað framvegis ikki er heilt greitt, um Sogndal sleppur at spæla um eitt pláss í bestu deildini. Kortini bendir alt á, at Sogndal fer at fáa henda møguleikan. Nú verður steðgur í norsku 1. deildini fram til sunnudagin 15. oktober. Tá skal Sogndal spæla torføran útidyst í Raufoss. Í 26. og síðsta umfarinum, sum er á skránni sunnudagin 22. oktober, skal Sogndal spæla á heimavølli ímóti Kjelsås. Kurt Mørkøre hevur fingið fimm gul kort, Hans Fróði Hansen hevur fingið fýra gul kort, og Julian Johnsson hevur fingið tvey gul kort. Felags fyri teir allar er, at teir verða leikbannaðir næstu ferð teir síggja gula kortið. Stefan í Skorini - jakup@sosialurin.fo Málveitsla í Sarpigerði 2.deild: Við einum 8-5 sigri á KÍ slapp GÍ undan at spæla niðurflytingardyst. Heini Heinason gjørdi helvtina av málunum hjá gøtumonnum, meðan Helmar Lassen var stóri maðurin hjá KÍ Kravið hjá GÍ undan dystinum var ein sigur. Gøtumenn vóru á triðaftasta plássi undan dystinum og fyri at tryggja sær framhaldandi luttøku í næstbestu deildini var neyðugt við einum sigri. Hesum fóru gøtumenn eftir, og tað eydnaðist eisini at vinna í málríkasta dystinum í deildini í ár. KÍ hevur verið flúgvandi í seinnu hálvu av landskappingini, men í hesum dystinum tóktist tað ikki sum at klaksvíkingar vóru serliga uppsettir at fáa trý stig til høldar. KÍ var niðast, tá kappingin var hálvrunnin, men teir hava nú tikið seg upp á fimta pláss. B36 fór tó framvið KÍ eftir seinasta umfarið. Málini rullaðu inn í stríðum streymi heilt frá byrjan av. Longu tá tveir minuttir vórðu spældir legði Dánjal Pauli Dalbø GÍ framum. Helmar Lassen javnaði tríggjar minuttir seinni, men Erland Tvørfoss, sum fekk fatur á einum útspæli frá málverjanum hjá KÍ, og Heini Heinason løgdu gøtumenn framum 3-1, áðrenn Helmar Lassen aftur var uppá spæl og minkaði um munin til 3-2 beint fyri steðgin. Heini Heinason skoraði til 4-2, meðan Helmar Lassen minkaði til 4-3 í teimum fyrstu minuttunum eftir steðgin. Bróðir Heina, Bárður Heinason, fekk fimta málið hjá gøtumonnum, men Fríðin Ziskason minkaði aftur við brotssparki. Veteranurin Símun Petur Justinussen slapp eisini uppí part. Hann skoraði eisini frá brotssparkblettinum. GÍ dróg síðani frá klaksvíkingum, tá Heini gjørdi tað til 7-4. Helmar svaraði aftur og skoraði til 7-5, og Heini Heinason sló sigurin fastan við seinasta málinum. Fótbóltsliga virði var lítið, og tað sást á øllum brøgdum, at menn ikki vóru serliga væl upplagdir. Verjuspælið var út av lagi vánaligt í fleiri førum, og tað hevði ein stóran leiklut í teimum nógvu málunum. GÍ bjargaði sær tó í seinasta dystinum, og teir verða sostatt at síggja aftur í næsta ár. KÍ fekk ikki ein heiðurligan enda á eini sera væl eydnaðari seinnu hálvu, men teir hava kanska verið tað mest sannførandi liðið saman við EB/Streymi eftir summarfrítíðina. GÍ-KÍ 8-5 (3-2) 1-0: Dánjal Petur Dalbø 1-1: Helmar Lassen 2-1: Erland Tvørfoss 3-1: Heini Heinason 3-2: Helmar Lassen 4-2: Heini Heinason 4-3: Helmar Lassen 5-3: Bárður Heinason 5-4: Fríðin Ziskason 6-4: Símun Petur Justinussen 7-4: Heini Heinason 7-5: Helmar Lassen 8-5: Heini Heinason Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Kenslan er størri Einasti VB leikarin, sum áður hevur verið føroyameistari, er tvørámaðurin, Tórður Holm Tá TB í 1987 gjørdist føroyameistari, var ein blaðungur Tórður Holm millum leikararnar, sum tá fingu handað gullmerki. Nú, 13 ár seinni, taldist hann aftur millum gullvinnararnar, tó at tað hesu ferð var við VB, at fyrsta plássið fekst til høldar. Um at vera ov seint Tá vit beint eftir dystin fingu orðið á Tórð, var fagnaðurin sjálvsagt ovurstórur, men var hann størri, enn tá hann gjørdist meistari við VB? Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Hetta er eitt sindur øðrvísi, og kanska eri eg glaðari um gullmerkið hesu ferð. Man verður jú ikki yngri við árunum, so spurningurin er helst, hvussu nógvar møguleikar eg havi afturat. Annars helt Tórður ikki, at trýstið á leikarunum hevði verið so øgiliga stórt undan dystinum. Sjálvandi hevur øll vikan gingið við fótbóltstosi, men eg haldi so avgjørt ikki, at støðan undan dystinum kann samanberast við støðuna undan dystinum í Runavík, tá vit fyri fyrstu ferð vóru á odda. Hesu ferð var viljin ein heilt annar, og tú líka sum merkti, at allir ætlaðu sær at vinna dystin. Og hvussu við áskoðarunum, teir hjálptu kanska eisini til. Ja, gakk vekk, hatta var heilt fantastiska flott av teimum. Tað verður helst eisini talan um ein ógloymandi túr suður, men spurningurin er so bara, um øll sleppa við. Kontraspælið hevur riggað Spurdur um orsøkina til, at tað nú er eydnast vágbingum at koma ovast á stigatalvuna, sigur Tórður, at tað fyrst og fremst kontrafótbólturin, sum hevur riggað væl. Vit hava verið sera sterkir í verjupartinum, og so hevur gingið skjótt niðaneftir, soleiðis at vit hava skapt yvirtalsstøður. At enda spurdi vit Tórð, hvussu tað var at vera tvørámaður í VB, og so enntá gerast føroyameistari. Er Tórður Holm vágbingur ella tvørámaður í dag, spurdu vit, og svarið kom læandi. Eg eri føroyameistari í dag! Leingi at bíða Fyri Páll Augustinussen mundi meistaradagurin leygardagin vera størri enn hjá flestum øðrum vágbingum Hjálparvenjari hjá VB hevur í ár verið Páll Augustinussen. Kanska størsti leikarin nakrantíð hjá VB megnaði ongantíð at vinna eitt FM heitið í fremstu røð sjálvur, men leygardagin slapp hann endiliga at kenna smakkin av gullinum. 37 ár síðani Eg varð ongantíð meistari í fyrstu deild, men fyri 37 árum síðani var eg við til at vinna dreingjadeildina. Síðani tá havi eg so at siga verið aktivur í felagnum. Eg havi verið í nevndini síðani 1966, harav okkurt árið sum formaður, og í ár havi eg so eisini verið hjálparvenjari hjá fyrstu deild. Men hvussu kennist tað so, nú tú endiliga hevur verið við til at vinna eitt meistaraheitið í fremstu røðini. Nei, tað veit eg ikki. Hetta er bara heilt ótrúligt, og sum so kann tað slett ikki beskrivast. Tað er nakað, sum skal upplivast, men eg veit ikki, um tað er rættuliga gingið upp fyri mær enn. Seinastu minuttirnar av dystinum stóð eisini sera nógv á hjá mær. Vit høvdu allar møguleikar at avgera dystin, men málmaðurin hjá B36 tók sær av øllum, og tað mundi kostað okkum dýrt í seinasta enda. Eg fór eisini at hugsa um dystin hjá B36 móti HB, tá teir koppaðu øllum seinastu tíggju minuttirnar, men tíbetur gekk tað ikki aftur hesu ferðina. Nú fáa vit so heilt sikkurt ein fantastiskan túr til Vágs, og so ræður bara um at vera glaður. Lætta lyndi VB hevur verið millum fremstu feløgini, tá tað ræður um at hava útlendskar leikarar í hópinum. Eitt, sum kanska eisini hevur eyðmerkt hetta, er, at allir hesir útlendingar tykjast at hava trivist væl í Vági. Vit spurdu eisini Páll, hví hetta mundi vera so. Vit hava fyrst og fremst verið øgiliga hepnir, tí vit hava fingið leikarar, sum hava verið fyrimyndarligir í hugburði sínum. At teir eru falnir somikið væl til her suðuri er kanska mest av lætta lyndinum hjá vágbingum. Vit eru so fríir og opnir her suðuri, so tað hevur bara riggað heilt væl við teimum, sigur Páll at enda. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Ferðin útsett Eftir ætlan skuldi Jón Pauli Olsen als ikki verið við seinasta mánaðin av kappingarárinum Tað var tó ikki nøkur torfør avgerð at taka, tá Jón Pauli móti endanum av august mánaði gjørdi av, at útseta fráferðina til danmarkar ein mánaða. Tað gekk so ótrúliga væl hjá okkum tá, so avgerðin var als ikki so ring at taka, men mánadagin fari eg so avstað, og tað er so avgjørt ikki nakað, sum eg angri. Komandi árið verið eg so í Danmark, og eg rokni við, at eg byrji aftur hjá VB í juli mánaði. Møguliga verður tó talan um, at eg komi heim nakað fyrr, so eg eisini fái fyrru hálvu av kappingarárinum við, men tað fáa vit so at síggja, hvussu verður við tí. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Ótrúlig løta Bein áðrenn hann vábingarnir fóru upp eftir steypi og gullmerkjum, fingu vit orðið á liðskiparan Eyðun Jacobsen Tað var ein partur av føroyskari ítróttasøgu, sum varð skrivaður, tá liðskiparin hjá VB, Eyðun Jacobsen, fór upp eftir FM-steypinum leygardagin. Tá vit tosaðu við hann, var kenslan framvegis spildurnýggj, og tað tóktist heldur ikki, sum um hetta rættiliga var svølgt hjá Eyðuni. Hetta er ein heilt ótrúlig løta fyri meg. Nú hevði man næstan trúð, at tað ongantíð skuldi eydnast, men viðhvørt loysir tað seg altso at bíða. Móti endanum av dystinum stóð eitt sindur á hjá tykkum at verja stigini. Ja, men okur burdu avgjørt dystin fyrstu løtuna av fyrra hálvleiki, tá vit áttu fleiri góðar møguleikar. Tað var so í øllum førum ikki talan um, at B36 leikararnir góvu okkum nakað til gávus. Teir spældu væl, og góvu okkum dygga mótstøðu, men tað høvdu vit eisini roknað við. Serliga seinna partin av fyrra hálvleiki trýstu teir okkum, men vit kláraðu so at standa ímóti. Um nøkur einstøk orsøk skal takast framum, tá tosað verður um uppskriftina til fyrsta plássið, hvør er so hendan? - Hart arbeiði, vóru seinastu orðini hjá Eyðuni Jacobsen, áðrenn hann sum fyrsti VB leikari fór upp í skýlið, har søguligu gullmerkini vórðu handað leikarunum. Stjørnan styrkir hópin Tað er fyrst og fremst missurin av Simonu Hansen, sum hevur gjørt, at Stjørnan hevur fingið hendur á útlendskum leikara Ikki er líkt til, at klaksvíkingar ætla at taka sær av løttum, eftir at tað í fjør eydnaðist teimum at fáa gullmerkini til høldar. Í øllum førum hava tey ikki sitið hendur í favn, eftir at tað í summar gjørdist greitt, at Simona Hansen flutti av landinum. Í staðin fyri sterka vinstra honds skjúttan, hevur Stjørnan nevnliga fingið fatur á einum jugoslaviskum leikara, og tað er ikki eiti á styrkur, sum hon kann roknast fyri at verða. Vesna Raodovic er navnið á 30 ára gomlu kvinnuni, sum í vikuni kemur til landið, og undan føroyaferð síni, hevur hon eisini leikt hondbólt í fleiri øðrum londum. Bæði í Týsklandi og Italia hevur hon roynt seg sum yrkisleikari, so spennandi verður at vita, í hvønn mun hon kemur at styrkja liðið hjá Stjørnuni. Framman undan hevur Stjørnan tvær jugoslaviskar kvinnur á liðnum. Vesna Tomajek og Andriana Milodanovic. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Venjingarstøðan á muni Hoyvíkingar tykjast als ikki at vera í venjing enn, og hetta varð revsað av heimaliðnum, sum tóktist vera væl fyri StÍF-H71 (39-19) (19-10) Tá tølini tala so týðiliga, sum tey gera omanfyri, sigur tað seg sjálvt, at tað var stórur munur á teimum báðum liðunum, sum dystaðust á Skála sunnudagin. Hoyvíkingar høvdu skavað sæt liðið saman, við hjálp av leikarum, sum als ikki tykjast vera í nóg góðari venjing, og hetta vórðu teir eisini revsaðir fyri. Einkisigandi úrsit Spælið hjá heimaliðnum hekk hinvegin væl saman. Teir vóru nærlagdir í verjupartinum, og í leikandi venjaranum hava teir so avgjørt fingið ein spælara, sum kann styrkja um liðið. Bóltførleikin og leikferðin hjá StÍF var langt omanfyri tí, sum H71 megnaði at vísa, og tí var einki at siga til, at munurin í tølum gjørdist somikið stórur. Um liðini bæði er heldur torført at meta, eftir ein slíkan dyst, men tað tykist tó fullkomuliga greitt, at venjingarstøðan hjá hoyvíkingunum skal betrast munandi, um liðið skal vinna seg út botninum hetta kappingarárið. Strandingar hava longu prógvað, at tað eru fleiri frægir hondbóltsspælarar á liðnum. Spurningurin er so, hvørt hetta er nóg mikið til at vinna seg upp á ovastu rók, og hesin kann ikki svarast, fyrr enn mótstøðan hevur verið nakað væl størri, enn hon var leygardagin. Dysturin í tølum Málskjúttar: StÍF: Artur Johansen 8 (2), Costin Dumitrescu 8 (2), Alexandur Johansen 5, Marius Joensen 4, Bent Djurhuus 4, Pauli Poulsen 3, Andre Danielsen 3, Kristjan Petursson 2 H71: Stefan Dorofte 8 (1), Halgir Dahl-Olesen 4 (1), Rolf Mouritsen 2, Johnny Djurhuus 1, René Dahl-Olesen 1, Eyðun Højgaard 1, Annfinnur N. Debess 1, Hallur Danielsen 1 Brotskøst: StÍF 4, H71 4 Útvísingar: StÍF 5, H71 7 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen og Hjalmar Petersen Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Byrjaðu við sigri Føroyameistararnir úr Stjørnuni byrjaðu kappingarárið við einum sigri á nýggja liðnum í bestu kvinnudeildini Sóljan-Stjørnan 26-30 (13-16) Hóast munurin á pappírinum átti at verið stórur, so vórðu ikki meira enn fýra mál millum partarnar, tá uppflytararnir úr Sóljuni tóku ímóti føroyameistarunum úr Klaksvík. Roknað varð annars við, at Stjørnan mundi fáa ein greiðan sigur, men eftir úrslitinum at døma, fer Sóljan als ikki at verða so løtt at syfta. Kontant verjuspæl Serliga var tað í verjupartinum, at heimaliðið legði nógv fyri. Gestirnir hildu eisini, at talan í fleiri førum var um alt ov hart spæl, men útvísingarnar vóru tó ikki so nógvar í tali. Í álopspartinum hekk so at siga øll abyrgdin á nýggja leikaranum, Simona Dziugyte, sum ekyt ikki færri enn 16 av teimum 26 málunum, sum Sóljan fekk. Somikið stór var skothóttan hennara, at Stjørnan stóran part av seinna hálvleiki valdi at mansverja hana. Annars skilst á lagnum, at Stjørnan als ikki spældi sum nakar føroyameistari, men hinvegin er kappingarárið júst byrja, og ikki skal roknast við, at ferðin og bóltførleikin er í hæddini frá fyrsta bríkslið. Einki man vera at ivast í, at tá árið fer at halla, fara klaksvíksgenturnar at teljast millum tær fremstu, meðan spurningurin er, hvussu langt Sóljan kann røkka. Tær báðar útlendsku tykjast vera stórur styrkur hjá liðnum, og so er spurningurin, hvussu langt hetta fer at bera. Dysturin í tølum: Málskjúttar: Sóljan: Simona Dziugyte 16 (3) Hertha Simonsen 4, Marjun Jørgensen 4, Heidi M. Akselsen 1, Jona Gudmundsen 1 Stjørnan Andriana Milodanovic 10 (1), Joan M. Joensen 9 (2), Vesna Tomajek 5 (1), Anna K. Samson 4, Annika Ljósstein 2 (1) Brotskøst: Sóljan 5, Stjørnan 10 Útvísingar: Sóljan 3, Stjørnan 3 Dómarar úr Neistanum: Ragnar Simonsen og Jákup Sverri Kass Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Sámal ársins spælari Páll Guðlaugsson skal venja Leiftur komandi ár, og tað er rættuliga sannlíkt, at fleiri av føroysku spælarunum halda fram á Ólafsfirði Sámal Joensen var besti spælarin á liðnum hjá Leiftri síðsta kappingarár. Tað halda áskoðararnir og stuðlarnir hjá liðnum á Ólafsfirði. Í eini atkvøðugreiðslu eftir kappingarenda góvu tey felstu gøtumanninum flest atkvøður. Verjuspælarin Hlinur Birgisson varð mettur at vera næstbesti spælarin. Í einari aðrari atkvøðugreiðslu á Ólafsfirði, varð Sámal Joensen kosin at vera næstbesti maður á liðnum. Hlinur Birgisson varð mettur at vera bestur, og John Petersen endaði á triðja plássinum. Tað vóru spælararnir sjálvir, sum stóðu fyri tí atkvøugreiðsluni. Páll skal venja Føroysku spælararnir á Ólafsfirði hava verið í Føroyum í tvær vikur. Sámal Joensen hevur fyrireikað seg til landsliðsferðina til Sveis og Jugoslavia við at venja við GÍ. John Petersen hevur fyrireikað seg til ferðina við at venja við B36. Tað hevur leingi ljóðað, at Páll Guðlaugsson komandi ár skal hava ábyrgdina av liðnum hjá Leiftri, og nú skilja vit á lagnum, at avtala fyri komandi kappingarár er gjørd ímillum Páll Guðlaugsson og Leiftur. Setningurin verður at fáa Leiftur aftur í bestu deildina, har Leiftur og Páll Guðlaugsson stóðu seg so væl í 1998 og í 1999. Sámal Joensen og John Petersen hava sáttmála við Leiftur í 2001. Vit skilja á lagnum, at rættuliga nógv bendir á, at teir báðir fara yvir aftur á Ólafsfjørðin komandi vár. Vit hava ikki frætt, hvussu tað verður við Jens Martini Knudsen og Jens Eriki Rasmussen. Teir spælararnir, sum framvegis eru á Ólafsfirði, eru saman við Pálli Guðlagsson farnir at fyrireika seg til komandi kappingarár. Tá veðurlíkindini eru til tað, venja teir uttandura. Um tað er ov kalt og tá kavin argar, venja teir innandura. Einki roks Vestmenningar sýndu sunnudagin, at teir eisini í ár eiga at teljast við millum favorittarnar til FM-heitið Tað var skjótt greitt, at tað vóru vestmenningar, sum ætlaðu sær at vinna dystin móti grannunum úr Kollafirði sunnudagin. Fyrsta korterið ella so nýttu vestmenningarnir til at vinna sær eina hampuliga trygga leiðslu, og restina av dystinum syrgdu teir bert fyri at halda hesa. Verjan riggaði Eftir dystin helt venjarin hjá vestmenningum, Hjalmar Klein Olsen, at orsøkin til sigurin fyrst og fremst var tann, at verjuparturin riggaði, sum hann skuldi. Hetta gav eisini rúmd fyri fleiri skjótálopum, og venjarin helt, at um úrtøkan úr hesum hevði verið betri, kundi sigurin ivaleyst verið enn tryggari, enn tey átta málini, sum talan at enda gjørdist um. Annars var tað serliga Ingi Olsen, sum hevði ein góðan dag skilst á lagnum. Umframt at sín part av málunum, átti hann eisini lut í fleiri øðrum av vestmannamálunum, einki er at taka seg aftur í, at hann eins og vanligt fer at verða ein týðandi lutur í VÍF royndunum at ogna sær gullið, sum var so nær undanfarna kappingarár. Størri hóttan Hjá kollfirðingum var tað serliga nýggi leikarin, Tomic Duric, sum sum gjørdi um seg, men umframt sterka útlendska styrkin, er nógv annað, sum bendir á, at KÍF í ár kann standa seg væl betri, enn teir gjørdu í fjør. Eddie Joensen er nevnliga aftur at síggja á liðnum í ár, og saman við Tomic kann hann ivaleyst gera sítt til, at K`IF eisini hevur nakað av bakspæli at líta á. Hetta manglaði í ólukku mát í fjør, kemur á glið á skjótingina hjá teimum, eigur hetta eisini at geva rúmari ræsur hjá hinum leikarunum, sum aloftast høvdu tað ov trongt í fjør, tí flestu liðini kundu bremsa kollfirðingum, um bara verjan lá nóg fløt Dysturin í tølum Málskjúttar: KÍF: Tomic Duric 6 (3), Vagnur Johannesen 5, Petur Martin Johansen 4, Petur Martin Poulsen 2, Fríðrik Joensen 2, Eddie Joensen 1, Regin Petersen 1 VÍF: Áki Olsen 8 (1), Martin Hmmeland 6, Ingi Olsen 5 (1), Sámal Joensen 3 (1), Rógvi Nielsen 3, Sjúrður Holm 1, Agnar Joensen 1, John Zachariasen 1 Brotskøst: K`IF 3, VÍF 5 Útvísingar: KÍF 4, VÍF 2 Dómarar úr StÍF: Poli Hansen og Justines Justinussen Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Greiður sigur Tá Kyndil setti ferðina upp, megnaði Tjaldur ikki at fylgja við, og so endaði alt við tryggum heimasigri Kyndil-Tjaldur 34-23 (13-9) Tað vóru fleiri tekin um, at alt framvegis ikki er komið rættuliga í snúningar, tá Kyndil sunnudagin setti skjøtul á nýggja kappingarárið. Fyrst og fremst varð dysturin seinkaður, tí annar av settu dómarunum ikki var møttur, og meðan dysturin var leiktur, noyddust spælarar og venjarar at turka vøllin, tí eingi hjálparfólk vórðu sett til hetta. Ferðin var á muni Um dystin sjálvan er annars at siga, at Kyndil vann væntaða sigurin á Tjaldrinum, og hóast munurin ikki alla tíðina var stórur í tølum, so er einki ivamál, Kyndil var betra liðið. Fyrstu løtuna leikaði javnt á, og Tjaldur megnaði eisini at leggja seg fram um mótstøðuliðið í einstøkum førum. Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki setti heimaliði tó leikferðina upp, og tá var skjótt greitt, at her fór eingin ivi at vera. Serliga vóru tað Jónleif Sólsker og Bjarni Wardum, sum gjørdu sær dælt, tá tjaldursverjan ikki megnaði at fylgja kvika álopsspælinum, men eisini Høgni Klein var sjónskur, tá kontraálop vórðu sett í gongd. Hinvegin riggaði alt ikki so væl hjá strikuspælarunum báðum, men einki er at ivast í, at hesin parturin fer at batna komandi mánaðirnar. Rúni og Janus Einar teljast í øllum førum millum fremstu strikuspælararnar í landinum, og so eingin orsøk er hjá Kyndli at óttast nakað í so máta. Stórar broytingar hava ikki verið á liðnum í mun til undanfarin ár, og eftir fyrsta dystinum at døma, er liðið ikki viknað av, at Jacob Jónsson er skiftur út við Jónleif Sólsker á miðplássinum. Ungu leikararnir eru nú allir eitt ár eldri, og ivaleyst vóna tey í Kyndli, at liðið í ár kann vinna seg longur upp enn fjórða plássið, sum talan varð um í fjør. Evnini eru í øllum førum til tað. Verður torført Hvussu tað fer at hylnast hjá Tjaldrinum í ár, er hinvegin kanska ein torførur spurningur. Spælið sunnudagin var undir ongum umstøðum sannførandi, og bendir heldur á, at liðið fær trupult við at vinna seg úr botninum hetta kappingarárið. Støðan er so avgjørt ikki batnað av allari órógvini, sum umgyrt liðið seinastu tíðina, og verður liðið ikki styrkt við leikarum aðra staðni frá, er einki at ivast í, at tilvera teirra í bestu deildini verður sera trupul. Enn eru tó nógvir dystir eftir at spæla, so tað kann væl vera, at runavíkingarnir fara at gera øllum hesum spádómum fyri skommum. Dysturin í tølum Málskjúttar: Kyndil: Bjarni Wardum 10, Jónleif Sólsker 9 (4), Uni Wardum 4, Regin Petersen 3, Høgni Klein 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Rúni Poulsen 2 Tjaldur: Sverri Justinussen 7 (2), Mortan Hansen 7, Ragnar Olsen 4, Arngrímur Arngrímsson 4, Tummas R. Olsen 1 Brotskøst: Kyndil 3, Tjaldur 2 Útvísingar: Kyndil 4, Tjaldur 1 Dómarar úr H71 Kristian Martin Skála og Bogi Hendriksen Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Jákup hevur mist verjuálitið Vánirnar hjá Herfølge versnaðu ikki so lítið, tá tveir av stuðulsspælarunum undan vikuskiftinum skrivaðu sáttmála við AB Í Herfølge fegnaðust teir hóskvøldið, tá tað var greitt, at donsku meistararnir fyri fyrstu ferð høvdu megnað at spæla seg víðari úr fyrsta umfarinum í UEFA Cup. Fríggjadagin snúði spenningurin seg um, hvørjum Herfølge skuldi spæla ímóti í næsta umfarinum. Luturin fall á AEK Athen. Fyrri dysturin verður í grikska høvuðsstaðnum hósdagin 26. oktober. Tað verður spælt í Herfølge 9. november. Skelkurin Í Herfølge og í donskum fótbólti varð tað ikki mett, at Herfølge var heppið í lutakastinum. Men prátið um lutakastið og vánirnar í næsta umfarinum í UEFA Cup druknaðu púrasta, tá tíðindini bórust um, at tveir av bestu liðfeløgnum hjá Jákupi Mikkelsen høvdu skrivað undir sáttmála við kappingarneytarnar í AB. Talan er um verjuálitið Steven Lustü og um álopsspælaran Jesper Falck. Tá danska landsliðið 16. august vann 2-0 í Føroyum, var Steven Lustü fyri fyrstu ferð í landsliðshópinum, og hann var á vøllinum síðstu løtuna. Lustü var ikki í landsliðsferðalagnum í Íslandi, men í síðstu viku sendi Morten Olsen aftur boð eftir honum. Jesper Falck hevur verið ein av vandamiklastu álopsmonnunum hjá Herfølge. Frammanundan at hann flutti til Herfølge, spældi hann í AB. Steven Lustü hevur eftir flytingina til AB sagt, at hann metir seg hava betri møguleikar at vísa útlendskum feløgum sínar dygdir, tá hann spælir í AB, enn um hann framvegis hevði verið í Herfølge. Tað er eingin loyna, at verjuspælarin í Herfølge leingi hevur droymt um at fáa møguleikan at spæla í Onglandi ella í Skotlandi. Tað er ikki greitt, hvussu nógv AB hevur keypt teir báðar fyri. Tað einasta, sum er upplýst, er, at tilboðið var so mikið gott, at Herfølge, sum - sammett við fleiri onnur feløg í superliguni - ikki er serliga væl fyri, ikki hevði møguleika at siga nei takk. Nýggju menninir Peter Frank flutti fríggjadagin úr AB og til Herfølge. Hann hevur áður spælt í Herfølge. Tá hann vildi royna seg uttanlands, fekk hann møguleikan i eysturríkska Strasbourg, og síðani gekk leiðin til AB. Í Herfølge rokna teir við at fáa ein annan nýggjan spælara á liðið heilt skjótt. Talan er um Thomas Christensen. Hálvi spaniumaðurin og hálvi danin hevur leingi vant við Herfølge, men tað hevur ikki borið honum til at spælt við, tí spæliloyvið hevur verið hjá Panionios í Grikkalandi. Felagið hevur ikki hildið sínar skyldur yvirfyri spælaranum, sum hevur stevnt fyri at fáa pengar og fyri at fáa loyvi at spæla fyri onnur feløg. Rættarsakin er ikki liðug, men í Herfølge hildu teir seg í gjár hava grundarlag at rokna við, at søkin verður liðug í vikuni. Thomas Christensen er uppvaksin í Keypmannahavn. Mamman er sponsk, og pápin er danskur. Barcelona keypti nú 27 ára gamla spælaran fyrsti í níti árunum. Tað gekk skjótt. Thomas Christensen fekk møguleikan á spanska landsliðnum, hann valdi tann møguleikan framum kanska eina ferð seinni at fáa møguleikan á danska landsliðnum, men so vendi. Barcelona var ikki so áhugað, landsdystirnir gjørdust bara tveir í tali, og eftir at hava skift felag í Spania fleiri ferðir endaði nýggi Herfølge maðurin í grikskum fótbólti. Í donsku fjølmiðlunum verður mett, at fyritreytirnar hjá Herfølge í UEFA Cup og superliguni eru nógv verri nú, enn tær vóru undan søluni og keypinum. Tað er ikki loyvt hjá Herfølge at brúka Thomas Christensen í UEFA Cup. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Óli og Johan taptu Bæði í AGF og í OB vóru teir ikki nøgdir við at hava tapt á útivølli í ávikavíst Viborg og í Gladsaxe Tveir av føroysku landsliðsmonnunum, sum mikukvøldið skulu til Sveis, vóru í eldinum í Danmark sunnudagin. Johan Byrial Hansen var aftur hesa ferð allar 90 minuttirnar í høgra verjuborði á sínum liði. Óli Johannesen spældi á sama plássi á sínum liði. Óli spældi inntil hann í 54. minutti varð avloystur av íslendinginum Ólafi Kristjansson. Herfølge fekk í gjárkvøldið vitjan av FCK. Sambært tí, sum vit frættu, áðrenn blaðið fór til prentingar, so skuldi Jákup Mikkelsen verja Herfølge málið, og Todi Jónsson skuldi vera á ytsta miðvallarplássinum hjá FCK. Marginalir ímóti AGF var í Viborg, har lagið undan vikuskiftinum var sera gott. Viborg sendi hóskvøldið russiska CSKA Moskva úr UEFA Cup. Tað varð roknað við møguleikanum, at teir í Viborg fóru at vera eitt sindur troyttir og eymir í beinunum, tí teir bara høvdu havt frí í gott og væl hálvt triðja samdøgur, áðrenn teir aftur skuldu spæla landskappingardyst. 2.308 áskoðarar vóru vitni til, at AGF leingi var ágangandi og spældi seg til fleiri málmøguleikar, men tað gekk, sum tað ofta ger hjá botnliðum. AGF skoraði ikki upp á sínar møguleikar, og so vann Viborg 2-0. Teir fingu fyrra málið í 16. minutti, og teir skoraðu aftur í 57. minutti. Síðstu løtuna undan steðginum hevði AGF nógv spæl, og teir vóru aftur framvið í 2. hálvleiki, men tað segði tað sama. Hetta var sjeynda tapið hjá AGF í hesum kappingarárinum. Fyrsti síðani B36 Endiliga eydnaðist tað AB aftur at vinna. Akademikararnar høvdu ikki vunnið í landskappingini síðani 20. august. Síðsti sigurin yvirhøvur hjá teimum var, tá teir hósdagin 24. august vunnu 1-0 í Gundadali ímóti B36 í undankappingini til UEFA Cup. Tá AB var í Føroyum vóru teir væl fyri. Síðani hevur tað bara gingið skeiva vegin, og tí kom sigurin sera væl við. OB hevði nógv spæl, men tað eydnaðist teimum bara at skora eitt mál. Tað fingu teir longu í fyrsta minutti. Málskjútti var Søren Berg. Hann er bóndi! AB javnaði tveir minuttir undan steðginum. Sambært danskar fjølmiðlar vóru málmøguleikarnir, sum endaðu við máli, teir einastu í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki hevði OB fleiri møguleikar, men tað var bara heimaliðið, sum fekk mál. 2.586 áskoðarar sóu í 75. minutti Jesper Falck, sum í vikuni var komin aftur úr Herfølge, leggja heimaliðið á odda, og tveir minuttir seinni staðfesti AB sigurin. Abdul Sule legði upp til øll trý AB málini. Teir báðir fyrrverandi Herfølge menninir vóru ikki mettir at spæla nakað serligt. Jesper Falck fekk herðaklapp fyri málið, sum hann skoraði, meðan tað varð mett, at Steven Lustü skal venja meiri saman við nýggju liðfeløgunum, áðrenn nyttan fer at fáast burturúr honum í verjuni, sum hann hevur gjørt í Herfølge. Nýtt oddalið Í Brøndby smurdi heimaliðið uppflytararnar úr Haderslev av 6-1. Harvið varð Brøndby, sum avgjørt ikki tóktist illa upplagt av UEFA Cup ferðini í Slovenia, nýtt topplið. Oddaliðið higartil, Lyngby, var í Silkeborg, har teir taptu ikki minni enn 3-0. Í Aalborg hevði heimaliðið vitjan av nýggja superligu liðnum FC Midtjylland. Nýggja liðið hevur staðið seg stak væl. Hesa ferð vunnu teir 2-1, og tað hevði við sær, at teir togaðu seg upp á næstfremsta plássið. Burtursæð frá dystinum í gjárkvøldið ímillum Herfølge og FCK, so verður ikki spælt í superliguni aftur fyrrenn annan sunnudag. Tað kemst av, at danska landsliðið skal spæla HM undankappingardystir í vikuskiftinum og mikukvøldið í komandi viku Carl Eli Nolsøe Samuelsen - jakup@sosialurin.fo 3rd Tórshavn International Talv: Komandi fríggjadag verða fyrstu leikirnir leiktir í sterku altjóða talvkappingini sum verður telvað í Norðurlandahúsinum í døgunum 6-14. oktober. Spennandi verður at fylgja gongdini hjá føroysku telvarnum í krútsterku kappingini Í síðstu viku bleiv sagt at talvkappingin bar heitið Nordic Millennium GM Chess, men 3rd Tórshavn International er rætta navnið. Hetta verður nevnliga tann triðja altjóða talvkapping Talvsamband Føroya skipar fyri. Tann fyrsta varð telvað í Útvarpshøllini í 1986 og tann seinra í 1997 í Norðurlandahúsinum. Stuðlað kappingini hava Føroya Sparikassi, Føroya Tele, Føroya Shell, Tórshavnar Býráð og Norðurlandahúsið. Teir lítlu ímóti teimum stóru Føroyingarnir eru allir í niðari helvt av kappingini tá seeding viðvíkur, og fara tí sjálvsagt at hava tað sera trupult ímillum allar stórmeistarnar og hinar sterku telvarnar. Men vit hava tó vónir. Serliga verður hugsað um John Arna Nilssen, John Rødgaard, Flóvin Tór Næs og Ólavur Simonsen. John Arni er í góðum formi og ætlar sær eisini at yvirraskað. Hann er fyrsta borð hjá føroyingum á Talvolympiaduni, hevur havt góð úrslit í seinastuni og hevur tí tað neyðuga sjálvsálitið og dirvi sum er alneyðugt fyri góðum úrslitum. John Arni er okkara besta boð til ein IM norm. John Rødgaard er okkar einasti altjóða meistari, og hevur eisini rutinina. Hann hevur mangan megnað frálík úrslit á Olympiadu ímóti tílíkari sterkar mótstøðu, t.d hevur hann leikt javnleik ímóti fyrrverandi heimsmeistarinum Boris Spasskij. Flóvin og Ólavur hava eisini mangan knógvað sterka mótstøðu, og tykjast at vera vera væl fyri í løtuni. Sum tað sæst á luttakaralistanum so eru 29 nøvn at finna. Orsøkin er, at Eyðun Nolsøe væntandi ikki er við og tað viðførir at ein nýggjur telvari skal finnast fyri at fáa líkatal. Nummar 30 id verður ein føroyingar, verður í hvussu so er á listanum innan kappingarbyrjan. Vit eru teir lítlu, men vit eiga í hesari kapping ein møguleika, nevnliga at sprongja okkara seeding, og hendan møguleika skulu vit trúgva á. Vit hava gjørt tað fyrr og kunnu gera tað aftur. Stórmeistarnir og hinir meistarnir Heili ellivu stórmeistarar og fleiri altjóða meistarar luttaka í kappingini. Uttan iva hava góðu virðislønirnar og góðu hentleikarnar telvarnir fáa spælt ein leiklut. 40.000 krónur fær vinnarin. Luttaralistin er merktur av, at nógvir heilt ungir telvarar eru at finna. Hetta er nýggja talvelitan í fullum blóma. Ruslan Ponomariov úr Ukraina er bert sekstan ár, men er tann hægstrataði við sínum 2630 ratingstigum. Ein ið eisini er sekstan ár, og komandi superstórmeistari, sum talvelitan kallast, er Alexander Grischuk eisini úr Russland og sanniliga verður at nevna er bert trettan ára gamli Teymur Radjabov. Hann hevur nærum 2500 í rating og er altjóða meistari. Fleiri norðurlendskir stórmeistarar eru eisini við í hópinum. Hendrik Danielsen umboðar Danmark, úr Íslandi kemur Hannes Stefansson og úr Svøriki navnframi Tiger Hillarp Persson. Eisini eru aðrir norðurlendskir altjóða meistarar ið luttaka. Sum tað sæst á luttakaralistanum er kappingin sera sterk og tílíkar kappingar gera Føroyar uttan iva enn meira sjónligar á heimskortinum. Talv er sera hent á alnetinum og júst ígjøgnum tann miðilin nógv dúva uppá. www.faroechess.com Talvsambandið hevur fingið nýggja heimasíðu. Tann gamla heimasíðan, www.sam-teld.fo/talv er tó enn til staðar, men ætlanin er at hendan nýggja heimasíða verður tann almenna síðan. 3rd Tórshavn International verdur fult dekkað á www.faroechess.com, og er eisini sera snøgg og einføld at líta á. Alt um kappingina finnir tú á heimasíðuni, og undir kappingini verður t.d møguligt at fylgja beinleiðis vid einstøkum talvum. Høvudsdómari í kappingini verður danin Mogens Nielsen. 3rd Tórshavn International byrjar sum sagt fríggjadagin 6. oktober, og telvað verður hvønn dag frá 13.00. Seinasta umfar, tann 14. oktober, byrjar kl. 11.00. Luttakaralistin 1. GM Ruslan Ponomariov, UKR 2630 2. GM Vadim Milov, SWI 2626 3. GM Lev Psakhis, ISR 2611 4. GM Alexander Grischuk, RUS 2606 5. GMAlexander Baburin, IRE 2590 6. GM Stanislav Savchenko, UKR 2579 7. GM Hannes Stefansson, IS 2557 8. GM Tiger H. Persson, SVØ 2549 9. GM Stuart Conquest, ENG 2529 10. GM Hendrik Danielsen, DK 2519 11. GM Jonathan Rowson, SKO 2494 12. IM Teymur Radjabov, AZE 2476 13. IM Steffen Pedersen, DK 2464 14. IM Olli Salmensuu, FIN 2458 15. IM Leif E. Johannesen, NO 2422 16. IM Anatoly A. Bykhovsky, RUS 2393 17. FM Johan Eriksson, SVØ 2369 18. IM Jon Viktor Gunnarsson, IS 2368 19. WIM Irina Krush, USA 2354 20. John Arni Nilssen, FO 2354 21. IM John Rødgaard, FO 2351 22. Flóvin Tór Næs, FO 2271 23. Torbjørn Thomsen, FO 2202 24. Ólavur Simonsen, FO 2183 25. Heini Danielsen, FO 2168 26. Terji Petersen, FO 2142 27. Martin Poulsen, FO 2074 28. Carl Eli N. Samuelsen, FO 2055 29. Herluf Hansen, FO 2047 Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Eingin landsliðsleikari Tað man vera eindømi í nýggjari tíð, at eitt lið er vorðið føroyameistari uttan at eiga ein tann einasta landsliðsleikara Fyrsta landskappingin í nýggja túsundára skeiðnum er nú liðug, og tá tikið verður samanum, kann ikki sigast annað enn, at endaliga støðan var heldur óvæntað. VB mundi ikki vera tað liðið, sum flestu fótbóltsáhugað høvdu sum fremsta FM-heitið, men tá alt kom til stykkis, vóru vágbingarnir teir drúgvastu. Mest merkisverda við liðnum er, at ikki ein tann einasti av teimum leikarum, sum í árinum hava verið á vølli fyri VB, eiga pláss í hitanum hjá Allani Simonsen. Tó so, onkur av útlendsku leikarunum høvdu ivaleyst verið á landsliðnum, var pass teirra føroyskt, men umframt dygdirnar hjá einstøku leikarunum, hevur tað fyrst og fremt verið kollektiva styrkin, sum hevur borið liðið gjøgnum árið. Málverjin, Bjarni Johansen, hevur tó onkuntíð verið við í landsliðshópinum, og avrik hansara í ár hava eisini verið sera sannførandi. Dentur á verjupartin Stóra styrkin hjá VB liðnum hevur hetta árið verið, at teir hava verið sera væl skipaðir í verjupartinum. Talan er um so at siga sama fólk, sum hevur mannað verjupartin í drúgt áramál. Nakað sum sjálvandi merkist, tí leikararnir kenna hvønn annan somikið væl, og duga sera væl at lesa, hvat annar parturin ger í ymsu støðunum á vøllinum. Framman fyri miðverjuna hava teir so at siga alt árið havt ein uppruddara á miðvøllinum, og so tveir framrættaðar leikarar, sum fyri tað mesta hava verið Tórður Holm og Milan Kulic. Umframt at vera væl skipaðir í verjupartinum, hevur sterkasta álopsvápnið verið kontraálopini. Ein týðandi partur av hesum hevur verið Jón Pauli Olsen, sum í álopspartinum nærum hevur virkað sum eyka áleypari. Skal nakað landsliðsevni finnast millum útileikararnar á VB liðnum, er tað kanska júst Jón Pauli, hóast aldur hansara helst inniber, at hann neyvan kemur upp á tal í so máta. Harumframt hevur VB so eisini havt eitt tað vandameista álopsparið í landinum. Leikandi venjarin, Krzystof Popczynski og landsmaður hansara úr Póllandi, Robert Cieslewicz hava í ár verið førir fyri at givið øllum landsins verjum alstórar trupulleikar. Leygardagin vóru tað júst teir báðir, sum við tveimum málum syrgdu fyri, at meistaraheitið í fyrstu deild hjá monnum endaði í Vági hetta kappingarárið. Eitt kappingarár, sum hevur talst millum tey mest spennandi nakrantíð, og har einki var avgjørt fyrr enn seinasta bríkslið hevði ljóðað. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Nú verða tað uppaftur fleiri um boðið Avrikið hjá vágbingum gevur smáum feløgunum trúnna uppá, at tað ber til at kappast við tey stóru Kappingarárið 2000 heima á landi er av. Einastu uppgávurnar, sum framvegis bíða, áðrenn síðstu fótbóltsskógvarnir verða settir á hillina, eru tvær landsliðsferðir. Onnur er tann hjá a-landsliðnum. Ferðalagið fer av landinum mikukvøldið, og málið er dystirnir, sum verða í Sveis komandi leygardag og í Jugoslavia annan mikudag. Hin landsliðsferðin er tann hjá u-18 landsliðnum. Ungu menninir fara av landinum hósdagin. Teir skulu til Italia, har teir skulu taka lut í EM undankapping. Mótstøðulondini verða Italia, Ongland og Andorra. Talan verður um eina sera spennandi ferð og eina ógvuliga áhugaverda avbjóðing. Fagnaðir alla staðni HB fólkini harmast sjálvsagt um, at teirra lið ikki vann meistaraskapin. Men tey tóktust ikki so vónbrotin leygardagin, sum tey vóru tað næstsíðsta sunnudag, tá tey í evstu løtu mistu sigurin ímóti B36. Toftamenn noyddust at ásanna, eftir at teir høvdu tapt í Vági, at teirra møguleiki var burtur. Leygardagin høvdu teir bronsuna at verja. B68 tapti ímóti GÍ, sum ikki hevur tapt á Svangaskarði síðani 1989. Á Toftum bíðaðu teir eina góða løtu, áðrenn bronsukrónurnar komu, men tað mundi kennast sum ein lætti, at tær komu. Hevði B36 vunnið í Gundadali, høvdu teir fingið Intertoto plássið. Men B36 tapti. Vágbingar vunnu og stóðu tískil eftir sum stóru sigursharrarnir. Hevði Vágs bygd, sum teir nú nevna bý, verið á gosi eftir seytjanda umfarið, so var tað fyri einki at rokna aftur ímóti fagnaðinum, sum bygdafólkið sýndi VB leygardagin. VB bíðaði í 95 ár eftir fyrsta meistaraskapinum. Tí var tað ikki so undarligt, at fagnaðurin var øgiligur. Spælararnir sungu "ogur eru førjameistarør", viðhaldsfólkini norðanfjørðs høvdu lítlan hug at sleppa hetjunum, og móttøkan í Vági var, sum hon sømir seg. Føroyski fótbóltsheimurin sum heild mundi unna VB meistaraskapin, og Ítróttarsosialurin ynskir VB og vágbingum hjartaliga tillukku við føroyameistaraskapinum. Tað er hugaligt, tá tey troðka seg fram, sum ongantíð hava verið á toppinum áður. Eitt nýtt felag og nýggir spælarar fara at royna seg í meistarakappingini í Europa Cup, og í VB vita teir, at ein millión fer at koma á konto - ivaleyst verður tað í Suðuroyar Sparikassa. Milliónin kemur ikki fyrrenn á sumri í 2002, men tað er trygd fyri, at hon fer at koma. Breiðari toppur At VB vann meistaraskapin boðar frá, at toppurin er vorðin breiðari, enn hann hevur verið frammanundan. Signalini til onnur feløg eru, at tað ber til at koppa stóru feløgunum av trónuni. Tað kennist ivaleyst hugaligt kring landið, og tað er einki at ivast í, at hetta fer at síggjast aftur í orkuni og huginum, sum komandi ár fer at verða lagdur í kappingina. HB, KÍ og B36 fara ivaleyst aftur komandi ár at verða roknað millum favorittarnar, og tað kann væl vera, at eitt av hesum feløgunum fer at vinna. Men júst lokna kappingarárið hevur víst, at tað meiri enn so kann koma fyri, at okkurt annað felag fer at blanda seg. Nú mugu teir í Vági finna seg í, at teir komandi ár verða roknaðir millum favorittarnar. Hagtølini siga, at tað er ikki altíð so stuttligt. Seinastu fýra árini hava GÍ, B36, HB og KÍ verið roknað sum favorittar at endurvinna meistaraskapin, men tað hevur kiksað hvørja ferð. Orsøkin hevur verið søgd at vera, at tað hevur verið torført at fáa spælararnar í tvey ár á rað at leggja ta orku í, sum skal til fyri at vinna meistaraskapin. Tað eru teir greiðir yvir í Vági. VB er tíggjunda felagið, sum hevur vunnið meistaraskapin. Hini eru KÍ (17 FM), HB (15 FM), TB (7 FM), B36 (6 FM), GÍ (6 FM), B68 (3 FM), SÍ (1 FM), ÍF (1 FM), B71 (1 FM) og so var tað VB, sum leygardagin fekk fyrsta lutin í steypinum, ið Føroya Bjór í 1996 gav. Vágamenn í leysum lofti Í 1999 varðveittu sumbingar liðið í bestu deildini. Tað gjørdu teir ikki minst, tí tað eydnaðist teimum at vinna báðar dystirnar ímóti VB. Hesa ferð fingu teir einki stig frá VB. Sumbingar hava í trý ár stíðst fyri lívinum. Teir hava í ár hildið seg havt betri fólk, enn teir onkuntíð áður hava havt áður, men úrtøkan var ov lítil. Sumba flutti niður í 1991. Tá tók tað teimum seks ár at koma aftur í fremstu røð. Í triði síðsta umfarinum eydnaðist tað FS Vágum at vinna heimadystin ímóti B71 2-1. Tann sigurin vísti seg eftir 18. umfarið at vera alt avgerandi fyri beinleiðis niðurflytingina. Vágamenn spentu bogan høgt undan kappingarárinum. Tá teir fóru út um landoddarnar eftir fólki, ætlaðu teir sær meiri enn at stríðast fyri at varðveita plássið í bestu deildini. Um stríðið fer at eydnast, verður greitt, tá dystirnir ímóti ÍF eru avgreiddir. Tað er greitt, at EB/Strreymur komandi ár skal spæla í bestu deildini. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Henning fer til B1913 Nýggju ásetingarnar í Danmark høvdu við sær, at tað ikki bar til hjá GÍ landsliðsmanninum at vera við ímóti B68 Henning Jarnskor ætlar nú at royna fótbóltsevnini í næstbestu donsku deildini. Hann fer við landsliðnum til Sveis í annaðkvøld. Landsliðið flýgur beinleiðis til Sveis, og teir flúgva beinleiðis heimaftur eftir dystin í Jugoslavia annað mikukvøld. Tá kemur Henning Jarnskor heim við, men steðgurin verður heilt stuttur. Henning Jarnskor hevur vant eitt sindur við B1913 í Odense, og hann ætlar sær at fara aftur hagar í aðru viku. Talan er ikki um yrkisfótbólt og yrkissáttmálar. B1913 er í miðjuni í næstbestu deildini. Í vikuskiftinum vunnu teir 3-0 á útivølli ímóti FC Aarhus. Teir venja fýra ferðir um vikuna, men teir venja eitt sindur longri, enn vit í GÍ plaga at gera. Flestu spælararnir eru ungir. Um teir av álvara gera um seg, so kemur OB ella eitt annað av feløgunum í superliguni beinanvegin og bjóðar teimum sáttmála, sigur Henning Jarnskor. Hann kendi seg vælkomnan í B1913, og hann heldur ikki, at tað er ómøguligt hjá honum at stríða seg til eitt pláss á besta liðnum. Orsøkin til at Henning ikki spældi á Svangaskarði leygardagin er, at nú siga ásetingarnar í Danmark, at tað er ikki loyvt hjá einum spælara, sum hevur verið við í síðsta umfarinum í einum øðrum landi, at flyta í donsku kappingina fyrrenn eftir 1. januar. Tað vil við øðrum orðum siga, at um Henning hevði spælt við GÍ leygardagin, so hevði hann ikki havt møguleika at spæla í Danmark fyrrenn eftir ársskiftið. Danska kappingin fer í vetrarfrí um miðjan november. Christian Høgni hevur fingið landsliðsboð Fróði Benjaminsen hevur givið avboð, og ungi álopsmaðurin er fyrsti NSÍ spælarin á landsliðshópinum í meiri enn trý ár Fróði Benjaminsen úr B68 hevur givið avboð til landsdystirnar, sum Føroyar skulu spæla í Sveis leygardagin og í Jugoslavia mikudagin. Fróði lærir til timburmann. Í løtuni gongur hann í tekniskan skúla. Sambært upplýsingum frá FSF ber tað ikki til hjá Fróða at vera burtur frá skúlanum í eina viku. Í staðin fyri Fróða Benjaminsen hevur Allan Simonsen sent boð eftir Christian Høgna Jacobsen úr NSÍ. Ungi álopsmaðurin gongur á handilsskúlanum á Kambsdali, so nú fekk hann eina óvæntaða heystfrítíð í Sveis og Jugoslavia. Christian Høgni Jacobsen er føddur 12. mai í 1980. Christian Høgni hevur áður verið á U-18 og U-16 landsliðunum. Hann hevur tískil áður kent rákan av altjóða fótbólti. Vit kunnu siga, at a-landsliðið nú fær ein spælara í hópin, sum umframt í felagnum hjá sær, eisini er mentur til altjóða uppgávur í miðvísa arbeiðnum, sum seinnu árini er gjørt á unglingalandsliðunum. Fáir úr NSÍ Hóast NSÍ tey seinastu árini hevur verið støðugt í bestu deildini, so hava teir ikki átt stóran lut á liðnum hjá Allani Simonsen. Higartil hava bara tveir NSÍ spælarar verið á landsliðnum, meðan teir hava spælt við NSÍ. Teir eru Jens Martin Knudsen, sum umboðaði NSÍ trettan ferðir á landsliðnum, og Djóni N. Joensen, sum var fýra ferðir á landsliðnum, áðrenn hann flutti úr barnsdómsfelagnum og í B36 (í ár hevur Djóni aftur spælt við NSÍ). Seinast NSÍ hevði átti ein spælara í landsliðshópinum var í 1997. Í sambandi við heimadystin ímóti Malta 8. juni í 1997 sendi Allan Simonsen boð eftir Helga L. Petersen. Føroyar vunnu 2-1, og Helgi sat á beinkinum allar 90 minuttirnar. Aftaná gav Helgi avboð til onkra landsliðsferðina, og so vóru ikki boð eftir honum aftur. Tá NSÍ rættuliga gjørdi um seg og eftir summarsteðgin vann á øllum oddaliðunum, var Christian Høgni Jacobsen ein av høvuðsleikarunum. Eftir at hann hevði verið skaddur mesta partin av fyrri hálvu, kom hann rættuliga fyri seg eftir summarsteðgin. Christian Høgni er fyrst og femst álopsleikari. Men tað verður mett, at hann eisini kann verða eitt alternativ á vongveranum í høgru. Henning Nicodemussen PAM og Aker Maritime gott samstarv Jan Müller Vit hava arbeitt saman við Pam Offshore í tvey ár, og tey hava gjørt eitt sera gott arbeiði. Vit arbeiða bæði í Bretlandi, Meksikanska flógvanum og aðarastaðni. Skuldi tað blivið til nakað í Føroyum, vilja vit vera við sigur stjórin í Aker Maritime, sum heldur, at tað er sera umráðandi at byggja upp vitan her í Føroyum. Hann var á vitjan her herfyri, tá samstarvsavtala varð gjørd millum føroysku og norsku fyritøkuna. Aker Maritime hevur verið við í stórum og spennandi verkætlanum innan oljuvinnuna. Teir vóru m.a. við til at byggj upp Hibernia ætlanina frá byrjan av og hava royndir við umvælingar av flótandi eindum, útgerð til tær og til útgerð til at seta á havbotnin, nakað, sum væl eisini kann byggjast í Føroyum. Stjórin í Aker Maritime, sum er sera væl nøgdur við samstarvið við føroyingar, heldur, at PAM og skipasmiðjan kunnu klára nógvar av byrjunaruppgávunum. Hann leggur eisini stóran dent at taka umhvørvisspurningar í størsta álvara. Hvørjar eru so uppgávurnar, sum teir kunnu taka sær av í sambandi við leiting í Føroyum! Jú tað er m.a. broytingararbeiði á pallunum tá borað verður, nakað, sum Pamfólk longu hava gjørt í Noregi við góðum úrsliti. So tey hava longu fingið vitan og royndir, sum føroyska oljuvinnan nú kann njóta gott av. Stjórin í Aker Maritime heldur, at føroyingar, sum hava verið í arbeiði hjá PAM hava gjørt sera gott arbeiði í Noregi, bæði onshore og offshore. Hann heldur tí eisini, at føroyingar sum heild áttu at hugt eftir, hvussu PAM ber seg at, tí tað kann vera teimum ein góð læra. Í dag arbeiða 10.000 fólk í Aker Maritime ymsa staðni í heiminum. Tað er eitt tað størsta konstruktørfelagið í heiminum og hevur skrivstovur nógva staðni. Teir síggja Føroyar sum eitt stórt og spennandi øki hjá fyritøkuni í framtíðini. Henning Nicodemussen Mangur veit frá Ólavi kongi, men hevur tó ikki sæð hann Viberg Sørensen Trongisvágur Hesi orð koma mær mangan til hugs, tá vit føroyingar tosa um olju. Tað eru nú fleiri ár síðan oljufepurin byrjaði at breiða seg her á landi og ikki so fá hava væntað at gerast rík í eini handavending av oljuni, men tann klondyke stemningur, sum hevur verið, er kanska eitt sindur bliknaður sum tíðin er farin, og tað dregur út við ríkidøminum, sum kanska er har. Hóast hetta, so skerst ikki burtur, at longu nú er eitt nokkso fitt tal av fólki, sum fær útkomuna av hesum >>forvæntaða fongi<<, men tað, sum eyðkennir vinnuna á tí støði hon nú er á, er, at alt arbeiði er í Havnini og øll hava otað seg so tætt at oljumálastýrinum sum til ber. Tað eru fleiri sløg av kanningum og nevndir av ymsum slag, og dagliga síggja vit hesar myndirnar av alvorstungum andlitum, sum skulu taka sær av okkara vælferð. Havnin! At henda nýggja vinnan hevur fingið fótin fyri seg í Havnini er ikki so løgið. Har halda teir til, sum taka avgerðirnar og tað ræður um at vera so nær sum gjørligt. Vit kenna mynstrið aftur frá fiskivinnuni, har tað hevur víst seg, at hesin taktikkurin hevur riggað bara væl, tann, sum er drúgvastur at slíta trappurnar í Tinganesi, hevur oftast fingið bróðurpartin, og tá nógvir av persónunum ganga aftur í oljuvinnuni, er sjálvsagt at royna kendar gøtur. Nú eru vit komnir so væl ávegis, at fyrsta útbjóðingin er liðug og nú bíða vit spent eftir, hvussu feløgini, sum hava fingið loyvi at seta borin í, fara at skipa seg. Hetta er helst tann mest spennandi fasan hjá okkum í Suðuroynni. Verða vit ikki uppi í at veita nakrar tænastur í byrjanini, er helst stórur vandi fyri, at ikki tað stóra virksemi verður her. Vit vita av royndum, at har, sum virksemið fyrst er byrjað, heldur tað eisini fram. Hetta er ein altjóða óskrivað regla, og vit í Føroyum eru onki undantak, kanska tvørturímóti. Oljumálaráðharrin hevur ikki hesa áskoðan, men eg haldi, at hetta er fyri at sissa suðringar. Lítið skal til fyrr enn tað munar Ilt er at spáa um, hvat vit kunnu vænta okkum av oljuvinnuni, men av tí at vit eru so fáment, skal ikki tað øgiliga virksemi til, áðrenn tað munar væl. Vit hava lyndi til at samanbera okkum við Norra, tá vit tosa um olju, men vit eru hóast alt bara 1% í tali av tí norska fólkinum og hvussu stórt øki vit hava at bora eftir olju á, er ilt at meta um, men tað er helst meir enn 1% av tí norska økinum. Ofta tá menn hava verið frammi í fjølmiðlunum, hava vit kenslu av, at hetta er eitt nýtt Kuwait, kanska tað er so, tað er frítt at gita, men eitt er vist, og tað er, at landið vit búgva í, er sera lítið. Tað, sum vit í Suðuroynni síggja í oljuvinnuni, er, at tað kemur at skapa eitt virksemi, sum verður eitt alternativ til fiskivinnuna. Tað er tvingandi neyðugt, at vit fáa eina vinnu, sum kann draga tað unga fólkið til sín og sum ger tað spennandi at búgva her. Vit hava eisini fitt av fólki uttanlands, sum er í oljuvinnu á landi og serliga á sjógvi, hetta er ungt og vælskúlað fólk, sum stórur fongur hevði verið at fingið heimaftur at virka. Tað paradoksala er, at vit tosa um olju sum um vit fara at fáast við sjálva oljuna. Veruleikin er tann, at vit eru so smáir, at tað nærmasta vit koma inn í sjálvan hitan hjá teimum stóru, er, at eitt føroyskt oljufelag eigur ein promillupart uppií einum samtaki, sum fer at leita eftir olju. Tað er langur vegur, áðrenn vit koma at fáa nakra ávirkan ella um vit nakrantíð fáa tað. Tað, sum vit tráa eftir, er hóast alt bara >>hjáveiðan<<, sum umfatar tað, sum tey stóru feløgini skulu brúka í sínum virksemi. Hetta er eisini í lagi, men tað er ein spurningur, hvussu nógv vit megna í byrjanini. Vit mugu síggja í eyguni, at oljuvinnan er fólkakrevjandi og sum nú er t.d. í Suðuroynni ikki nógv fólk at taka av. Eisini verður nógv arbeiði, sum vit ikki eru kendir við, og tað tekur sína tíð at læra okkara fólk í hesi nýggju vinnuni. Tá norðmenn og danir byrjaðu í hesi vinnuni vóru tað mest amerikumenn, sum arbeiddu har, men sum tíðin er farin, eru tað nú teir lokalu, sum hava tikið yvir og eru nú á líka høgum støði ella hægri enn aðrir. Í Noregi hevur menningin innan oljuvinnuna verið so stór, at nú eru teir ímillum teir fremstu í øllum heiminum. Tað eru hóast alt ikki meira enn 35 ár síðan teir byrjaðu. Tann, ið er ungur og ótolin, heldur kanska hetta er ógvuliga leingi, men soleiðis er nú einaferð í hesi vinnu. Í august 1965 fingu tey fyrstu oljufeløgini í Noregi loyvi at bora og á vári 1968 var tann fyrsta oljan funnin. Í dag koma umleið 15-20% av norska BNP frá oljuvinnuni. Noreg eigur ovurstórar penganøgdir í ymsum oljugrunnum og landið er eitt tað ríkasta í heiminum. Hvussu Noreg hevði verið fyri í dag, um ongin olja var funnin, er sjálvandi ilt at meta um, men hendan vinnan hevur ment landið til at vera tað mest framkomna á okkara leiðum. Læra av grannum? Kunnu vit læra nakað av okkara grannum? Tað at tíðarætlanin í oljuvinnuni er so nógv ár fram er kanska tað ringasta hjá okkum at læra. Veiðimaðurin er ofta ótolin og er vanur við at veiða og selja veiðuna skjótast til ber. Tað ber ikki til at planleggja fleiri ár fram. Veður og vindur og náttúran annars hevur avgjørt, hvussu okkara útkoma hevur verið. Seinastu tíðina hava vit hoyrt nógv um burðardyttar ætlanir. Tann, sum fæst við fiskivinnu, veit, hvussu trupult tað er at festa á pappírið og gera ætlan við tí, sum svimur. Í oljuvinnuni verður tað munandi lættari at gera ætlanir og avtalur, tí hetta verður nakað, sum vit skulu gera fyri aðrar, men her hava vit sjálvandi eisini fólk, sum eru von við hetta. Hjá veiðimonnum, sum ætla sær í hesa vinnu, krevst sjálvandi ein tilvenjing, men tað hevur sjálvand verið ein trupulleiki hjá teimum at umstilla seg. Samanumtikið er hetta ein sera spennandi tíð, sum kanska kann samanlíknast við, tá føroyingar fóru frá bóndasamfelagnum til fiskivinnu. Tá fóru vit til nakað ókent, sum var so skiftandi sum fiskivinnan kann vera, nøkur ár góð og onnur verri, men fiskatilfeingið endurnýggjar seg. Tað ger oljan ikki, vit vita, at tíðin við olju er avmarkað. Mugu brúka alt landið Annars má sigast, at oljuvinnan er ein funnin frensur fyri landsins stýri, tá tað kemur til at fáa fólk at støðast í øllum landinum. Sum nú er síggja vit, at tað nógva fólkið vil búgva í høvuðsstaðnum, og tað er kanska væl skiljandi, tí har savnast alt meira og meira av almennum virksemi, og tað er nú einaferð so, at tað at fáa alment lønt starv sær út til at hava størsta áhuga. Teir sosialu trupulleikarnir í Havnini bara vaksa, og vit, sum ikki búgva har, troyttast av at hoyra um barnaansingartrupulleikar og aðrar trupulleikar. Vit vita væl, at hetta er álvarsamt fyri tey, sum har búgva, men hetta er fylgjan av, at vit ikki brúka alt landið at búgva í. Framtíðin hevur nógvar avbjóðingar og tann, sum ungur er í dag, hevur góðar møguleikar at skapa sær eitt gott lív. Oljuvinnan er helst tað mest tiltalandi í løtuni, við góðum lønum og frítíðarskipanum, so tað er bara at vera framvið, vit hava onga grund at smæðast burtur. Henning Nicodemussen Leikluturin hjá Bureau Veritas í komandi oljuvinnu Bureau Veritas Bureau Veritas í Føroyum er tilreiðar at taka í móti teimum stóru avbjóðingunum, sum ein komandi oljuvinna setur einum slíkum felag. Hjá Bureau Veritas Føroyar verður tað serliga innan virkisøkini, góðskustýring og kanning av lutum/tólum, ið fer at mennast í stórum, nú oljuvinna fer at taka dik á seg í Føroyum. Klassing av skipum verður tó støðugt ein av hornasteinunum í Bureau Veritas Føroyar. Góðskustýring Tað bleiv sagt so greitt av tveimum fyrilestrarhaldarum á Oljutinginum tann 4. oktober í ár, at teir, sum veita tænastur til oljuvinnuna, skulu hava eina góðskustýringarskipan. Í Bureau Veritas er ein deild, íð eitur BVQI, Bureau Veritas Quality International, og tekur hon sær av, at skjalprógva (certificera) góðskustýringarskipanir. BVQI er eitt av teimum størstu feløgunum í heiminum, ið skjalprógvar góðskukerv og hevur verið við frá byrjanini av. Uppgávurnar innan skjalprógvan av góðskukervum eru fleiri, nevnast kunnu hesar. ISO 9001 sum umfatar virksemið hjá einum virki. ISO 9001 standardurin kann nýtast til øll sløg av virkjum, privat sum almenn, og er ikki avmarkaður til serligar vinnugreinir, mannagongdir ella vørur. ISO 14001 umfatar umhvørvis virksemið hjá einum virki. ISO 14001 standardurin umfatar trýggjar høvuðstættir nevnliga: yvirhalda lógir og reglugerðir á umhvørvisøkinum, fyribyrging av dálking og dagligar betringar av umhvørvis- arbeiðinum. ISO 14001 kann sameinast við eitt ISO 9001 góðskukerv. OHSAS 18001 umfatar arbeiðsumhvørvið hjá einum virki. OHSAS 18001 kann sameinast við eitt ISO 9001/ ISO 14001 góðskukerv. Tikit/BS 7799. Tikit umfatar kunnandi tøknifrøði hjá einum virki. BS 7799 umfatar teldu trygleika hjá einum virki, so sum óviðkomandi atgongd, virus, hackara og disaster revovery. Nevnast kann tilseinast ymiskt innan sjúkrahúsverkið, t.d. starvstovur og sjálvandi HACCP-skipanir. HACCP-skipanir er innan matvørutrygd. BVQI veitir eisini eina tænastu, sum vit kalla undan skoðan (præ-audit) av góðskustýringsarskipanum. Ein undan-skoðan er vælegnað til eitthvørt virkið, sum er komið væl áleiðis við síni góðskustýringsskipan. Við einari undan-skoðan far virkið at vita, hvussu til stendur við góðskustýringsskipanini. Er virkið á rættari leið ella ikki ? og hví. BVQI skipar eisini fyri skeiðum innan øll sløg av góðskustýring. Ráðgeving verður latið virkum, ið ætla at stovna og menna eina góðskustýringarskipan. Kanning av lutum/tólum Lutir og tól, íð nýtt vera í frálandavinnuni og sum vera framleidd ella umvæld á landi, skulu kannast/sýnast av einum 3. parti. Bureau Veritas hevur drúgvar og góðar royndir á hesum øki. Uppgávur umborð á skipum eru t.d: el-talvur, trýst tangar, ventilar, motorar og líknandi og eru hesar uppgávurnar tær somu innan frálandavinnuni. Størri uppgávur so sum góðkenning av rørleidningum, akkersútgerð og borieindum verða gjørdar av frálandavinnudeildini hjá Bureau Veritas í Danmark ella Aberdeen. Í Føroyum verður BVQI umboðað av Bureau Veritas Føroyar, sum hevur skrivstovu á Strondum. Hjá Bureau Veritas Føroyar arbeiða trý fólk. Herav hevur ein serútbúgving sum skoðari innanfyri góðskustýring. Bureau Veritas hevur klassa føroysk skip síðani 1863. Tað var skipið Falken hjá reiðarínum Mortensen á Tvøroyri, sum fekk handað klassaskjølini tann 9. september 1863. BVQI sertifiseraði tað fyrstu góðskustýringarskipanir í Føroyum og var tað 19.februar 1999. Henning Nicodemussen Útgerðarhavn á Drelnesi Dan Nielsen býráðsformaður á Tvøroyri Nú nærkast í hvørjum við oljuvinnuni og teir fyrstu teigarnir eru latnir oljufeløgum, er enn ein óloystur spurningur. Hvar skal útgerðarhavnin liggja ? Fyri mær er ongin ivi at Drelnes á Tvøroyri er best egnað til eina útgerðarhavn. Her eru nakrar grundgevingar: Frástøðan av komandi oljufelti Eitt, sum oljufeløg leggja stóran dent á, er tíð, í teirra verð er tíð tað sama sum pengar. Tað eigur at hava stóran týdning hvussu langt er at sigla til lands. Her skuldi Drelnes havt ein stóran fyrimun. Tað eru 98 fjóðringar at sigla til Drelnes av oljufeltinum, afturímóti 121 á Sund og 128 til Runavíkar. Tvøráfjørður ella Trongisvágsfjørður, hevur altíð verið roknaður sum ein tann besti í Føroyum, um ikki tann besti. Hetta eigur at viga nógv, serliga á vetradegi hjá fremmanda skipum at kunna sigla inná ein fjørð, ið er tryggur. Samband til lands Tað er sera umráðandi, at góður tyrlupallur er tøkur bæði viðv. sambandinum frá oljufeltinum og til lands, eins og sambandi víðari, t. d. til flogvøllin í Vágum. Góður tyrlupallur er í Froðba og eftir hvat tyrluskiparnir siga, so er hann væl plaseraður og sera góður at lenda á. Eins og sjóvegis so er frástøðan frá feltinum og til lands eisini galdandi her. Tilbúgving og sjúkrahús Eitt ið tosað verður nógv um í samband við oljuvinnuna er tilbúgving. Eisini her liggur Tvøroyri væl fyri. Her eigur eisini frástøðan til oljufeltið at telja okkum til fyrimunar. Ætlanir eru frammi at byggja eina tilbúgvingarstøð her á staðnum, ein tilbúgvingarstøð har sløkkiliðið á staðnum eisini kann húsast. Nýggjasta sjúkrahús í landinum liggur í Suðuroy, eitt nýmótans sjúkrahús við øllum hentleikum og møguleikum, um ein neyðstøða skuldi tikið seg upp. Samband til og úr oynni Sambandið við restina av Føroyum verður røkt sum nú er av Smyrli, tyrlu, eisini sigla farmaskip á Tvøroyri fleiri ferðir um vikuna. Nevnda samband verður uppaftur betur innanfyri eini 3 ár, tá fer tann nýggi Smyril at sigla, hetta skip verður væl størri enn tað verandi. Í hesum sambandi er politiskt viðtikið, at nýggj samferðsluhavn verður á Tvøroyri, hetta talar fyri, at útgerðarhavnin kemur at liggja á Drelnesi. Frítíðin Á Tvøroyri búgva gott 1800 fólk, her eru allir hentleikar, ið hoyra einum býi til: Tá tað snýr seg um frítíðartilboð, eru hotellir, matstovur, biografur, sjósavn, bátafelag, ítróttarhøll, fótbóltsvøllur, svimjihylur, kropsvenjingarmiðstøð. Kommunan hevur eisini nýmótans barnagarð, eins og dagrøkt. Á eldraøkinum er ellis- og røktarheim og eitt fyribils sambýli. Nýtt sambýli er projekterað. Alt hetta skuldi borgað fyri góðum og liviligum umstøðum í vøkrum umhvørvi. P/F Norserv Sjálvt økið á Drelnesi hevur P/F Norserv, ið er føroyskt/danskt felag, fingið leigurætt til frá Tvøroyrar Býráð. Danski parturin av felagnum er Danbor Service úr Esbjerg (Mærsk), eitt felag ið hevur drúgvar royndir innanoljuvinnu, bæði sum leitarar og veitarar. Føroyski parturin er P/F Richarld B. Thomsen & Søn, eisini eitt felag við drúgvum royndum á ymiskum økjum. Økið og umhvørvið á Drelnesi Øki á Drelnesi er uml. 30.000 ferðmetrar til víddar og kann, um tørvur er á, víðkast. Sambært teimum, ið áhuga hava í oljuútgerðarhavnum, er nettup hetta økið á Drelnesi serliga væl skikkað til endamálið. Gott pláss, góð atløgusíða við møguleika fyri víðari útbygging, alt økið er planerað, stórur partur asfalteraður. Kommunan er í løtuni við at bjóða seinasta partin av vatnleiðing út. Góður og breiður landsvegur liggur framvið økinum. Ein útgerðarhavn á Drelnesi fær ómetaliga nógv at siga fyri Tvøroyri og alla Suðuroynna, hetta fer at hava sínlut til at venda afturgongdini, sum oyggin hevur verið fyri, til framburð. Vónandi eru okkara landspolittikarar samdir í hesum og til reiðar at arbeiða hareftir. Henning Nicodemussen Ávegis til leitiboringar Árni Olafsson ráðgevi Loyvini til oljuleiting eftir 1. útbjóðingarumfar vórðu latin 17. august í ár. Tey feløg, ið fingu loyvi við boriskyldum, eru farin at fyrireika seg til sína fyrstu boring á føroyska landgrunninum, helst longu komandi summar. Landsstýrismaðurin í oljumálum hevur lovað løgtinginum ta lógarkravdu frágreiðingina um oljupolitikkin seinri í heyst, so løgtingið fær høvi at skifta orð um oljupolitikkin á fyrsta sinni, síðan leitingarloyvini vóru latin. Orðaskiftið á tingi fer helst at vera ein eftirmeting av útbjóðingarumfarinum, men eisini ein roynd at líta frameftir. Tá ið ein lítur aftur á fyrsta útbjóðingarumfar, má ásannast, at hjá teimum, sum skuldu smíða treytirnar, ið bjóðast skuldu oljufeløgunum, var torført at avviga, hvussu harðar ella linar, tær skuldu vera, sum umstøðurnar vóru. Hóast sakkøna ráðgeving frá oljuserfrøðingum úti í heimi var ógjørligt at vita, hvar rætta javnvágin var. Tað kundi bert talið og dygdin av umsóknunum avdúka. Vórðu treytirnar ov harðar, fóru ov fá av teimum dugnaligastu oljufeløgunum at søkja, ella tilboð teirra um leitingararbeiði fóru at vera ov kørg. Vórðu treytirnar ov lagaligar, fór hvør Hanus og Janus at søkja og bjóða sær at gera eina rúgvu av meira ella minni skilagóðum boringum. Tá ið avtornaði, og umsóknirnar vóru upptaldar, granskaðar og viðgjørdar, m. a. í samráðingum við umsøkjararnar, og loyvini at enda vóru givin, tykist javnvágin at hava verið á góðari leið. Nóg nógv feløg við neyðugum førleika søktu, og nóg nógv av teimum buðu sær at gera nóg stórar íløgur í boringar og onnur munagóð leitingarartiltøk. Tann eftirynskta kappingin um at gera dygdargott leitingararbeiði og at bjóða føroyska samfelagnum sømdir av ymsum slag, kom at virka, ið hvussu er á ávísum parti av landgrunninum. Hinvegin vóru feløg, summi av teimum stór og kend, ið áður høvdu víst føroyska landgrunninum ans, sum ikki løgdu í at søkja. Og í summum umsóknum var í minna lagi sett av til leiting. Um linari treytir høvdu fingið lokkað onkran av teimum til, ella bøtt um hugin at leggja pening og orku í leiting, ella um harðari treytir høvdu stygt nøkur av teimum, ið søktu, burtur, er ilt at siga. Tað, sum gjørdi tað torført frammanundan at meta, hvørjar treytir vóru hóskandi, var ikki minst vantandi kunnleikin til føroysku undirgrundina. Tá ið undirgrundin varð yvirtikin um jóltíðir 1992, vistu vit sera lítið um hana. Síðan 1994 eru nógvar forkanningar gjørdar, so nú vita bæði myndugleikar og oljufeløg meir, men teirri vitan, ið bert fæst við boring úti á landgrunninum, mugu vit bíða eftir eitt ár afturat. Hvussu oljufeløgini mettu leitingarváðan var tí eitt stórt ivamál. Hvat, ið enn spyrst burtur úr tí komandi leitingarvirkseminum, fer hesin ivin at vera munandi minni, tá ið farast skal undir næsta umfar. Eitt annað vandamál var prísurin á olju. Nú oljuprísurin javnan er meira enn 30 dollarar fyri fatið, er lætt at gloyma, at á vári 1999 var hann minni enn 10 dollarar. Tá ið seinasta hond varð løgd á leitingartreytirnar á heysti 1999, mettu teir serkønu, at táverandi prísir omanfyri 25 dollarar ikki fóru at halda, og at flestu oljufeløg bygdu sínar ætlanir á, at prísurin fór at vera millum 14 og 18 dollarar, og at tey gjørdu sínar útrokningar av, um nýggjar íløgur loystu seg, út frá, at tær skuldu tola ein prís heilt niður í 12 dollarar fyri fatið. Eisini skuldi hugsast um treytirnar í teimum leitingarøkjum, vit kappaðust mest við. Undir slíkum umstøðum var neyðugt at seta treytirnar soleiðis saman, at parturin til føroyska samfelagið kundi laga seg mest møguligt eftir úrslitunum hjá oljufeløgunum. Gekst illa í hond við at finna olju, og lækkaði oljuprísurin, var lítið at heinta, men gekst betur í hond, og helt prísurin sær ovarlaga, skuldi bera til at fáa ein munagóðan part av úrtøkuni í Føroya part. Tí varð framleiðslugjaldið sett so lágt sum 2%, men ein munandi serskattur lagdur á inntøku frá oljuleiðum, sum kasta nógv av sær. Sosialurin mælti í oddagrein nakað herfyri løgtinginum til í tí komandi orðaskiftinum at umrøða spurningurin um eitt alment oljufelag. Helst er hetta evni áhugavert hjá politkkarum at práta um, men at gera nakað við tað verður ikki høvi til, fyrr enn næsta umfarið skal fyrireikast um nøkur ár. Nakað aktuelt mál er tað tískil ikki her beint eftir 1. umfar, har politiskt varð avgjørt, m. a. í ljósinum av sakkønari ráðgeving, at krav um borna luttøku av einum almennum oljufelag ikki skuldi vera millum tær treytir, settar vórðu. Hildið varð, at flestu av teimum endamálum, slíkt felag kundi havt, kunnu náast á annan hátt. Skuldi henda treyt við, varð mett neyðugt at slaka í øðrum treytum, m. a. serskattinum. Frá byrjan hevur politiska valdið í Føroyum lagt dent á, at føroyingar koma við í oljuvinnuna og ikki bert hyggja at, ella lata sær lynda bert at fáa nakrar krónur burtur av vinninginum. Nakrar av treytunum í loyvunum, givin eru, eru ætlaðar at fremja føroyska luttøku í oljuvirkseminum. Lógarásetta treytin, at øll útgerð skal fara um føroyskan bryggjukant og fólk um føroyskan flogvøll, ger tað lættari hjá føroyskum fólki og veitarum at kappast. Virksemið skal hava støð í Føroyum. Oljufeløgini hava átikið sær at ansa eftir, at tey sjálvi og teirra veitarar keypa føroyskar veitingar, har til ber. Eisini skulu tey hjálpa føroyskum virkjum at gerast kappingarfør. Hesin parturin av treytunum er á mangan hátt trupul at handfara hjá øllum pørtum. Treytir hesum viðvíkjandi kunnu av eyðsæddum grundum ikki orðast serliga neyvt. Javnvágin kann vera torfør at finna. Føroysk virki skulu uppí, men tey skulu ikki hava eina varda støðu, men vera - ella hjálpast til at gerast - kappingarfør. Hesin táttur setir tí stór krøv, bæði til hugflogið og trúvirðið hjá oljufeløgunum, til myndugleikarnar, sum skulu tulka treytirnar, gera fráboðanarskipanir og ansa eftir, at treytirnar verða hildnar, og til føroysku fyritøkurnar, sum skulu nýta hegni og hugflog til at skapa sær eina rók í hesi nýggju vinnu, sum er merkt av altjóða kapping og tøkni á høgum stigi. Nøktandi úrslit fáast ikki við at ymsir partar royna at nærlesa loyvistreytirnar sær til fyrimunar. Nei, tey bestu úrslitini fáast sjálvsagt í neyvari samvinnu millum loyvishavararnar, myndugleikarnar og føroysku vinnuna, bæði fyritøkurnar sjálvar og samskipanir teirra. Her eigur eisini felagsskapurin 'Oljutingið' sín leiklut, og oljuráðstevnan í Norðurlandahúsinum ger vónandi sítt til, at hesir partar alsamt betur skilja hvønn annan. Um Føroya fyrsta útbjóðingarumfar tá ið avtornar fer at roynast gott fyri Føroyar, vita vit ikki við vissu, fyrrenn einaferð um nógv ár, tá ið tann oljan og tað gassið, sum kanska verður funnið undir teimum givnu loyvunum, er fingið til høldar. Men tey fyrst komandi árini verður tað, sum fólk í Føroyum, eins væl og løgtingið, helst fara at fylgja við størsta áhuga, júst spurningurin um, hvussu væl tað eydnast at fáa føroyska luttøku í leitingarvirkseminum. Henning Nicodemussen Mugu eisini kanna nærsamfelagið Elin Lindenskov forkvinna í Sosialu nevnd í Tórshavn Nú oljivinnan av álvara er farin at fyrireika seg her í Føroyum, eru fleiri kanningar og fyrireikingar gjørdar av havbotninum, umhvørvinum, havnaløgum, tyrlupallum o.ø. Ongar kanningar ella fyrireikingar av samfelagnum sum heild. Enn vita vit ikki rættuliga, hvussu oljuvinna kemur at ávirka nærsamfelagið. Tí er tað sera umráðandi, at vit fyrireika okkum væl til hesa nýggju avbjóðingina. Hvussu verður tað, um fólkatalið í Føroyum fer at vaksa sera nógv? Hvar fara hesi fólk at búseta seg, og hvørji eru hesi fólkini? Og hvørji krøv koma hesi fólkini at seta til nærsamfelagið? Bústaðarpolitikkur Vit kunna vænta, at fleiri fólk í styttri ella longri tíðarskeið fara at búseta seg í Føroyum. So er spurningurin, hvar í landinum tey vilja búgva. Her í miðstaðarøkinum kunna vit vænta, at fólkatalið fer at vaksa. Okkurt oljufelag hevur longu tosað um, at teirra felag kemur at brúka eini 15 útlendsk starvsfólk. Hesir tilflytarnir hava sínar familjur við til Føroyar, so tað talið kann lættliga gerast nógv hægri. Hetta er bert byrjanin, hvussu verður so, um vit finna oljuna. Ein so stór tilflyting krevur ein skipaðan bústaðarpolitik. Vit eiga at seta okkum spurningin, um vit framhaldandi skulu byggja hvør sítt hús og harvið lata tað upp til hvønn einstakan at finna sær bústað, ella vit vilja skipa ein bústaðarpolitik, har pláss og møguleikar eru hjá øllum. Um vit velja at lata standa til, so kunnu vit vænta eina øking bæði í leigu- og húsaprísinum. Tá verða tað tey háløntu, sum hava møguleika at útvega sær bústaðir, meðan vanliga fólkið má taka við tí, sum einaferð verður eftir, ella tað, sum tey eru før fyri at gjalda. Oljufeløg eru longu nú farin at lýsa í bløðunum eftir íbúðum/húsum til síni starvsfólk. Hetta er bara byrjanin, vit kunnu vænta at síggja nógv fleiri av hesum í framtíðini. Tí er tað sera umráðandi, at vit longu nú skipa ein alternativan íbúðarpolitik. Ein alternativan íbúðarpolitik, har pláss er fyri øllum. Tað fyrsta, vit kunna gera, er at fáa eina leigulóg, eina lóg ,sum ásetir krøv til bæði leigaran og eigaran. Krøv um, hvussu ein í-búð skal verða, kostnað, leigusáttmálar o.s.fr. Vit eiga at gera tað møguligt at byggja og reka leiguíbúðir. Vit mugu skapa møguleikar soleiðis, at vit veruliga kunna velja, hvussu vit skulu búseta okkum, vit mugu burturúr okkara siðbundna hugburði, at hvør einstakur sjálvur skal verða bundin av at byggja síni hús og harvið binda seg fíggjarliga restina av lívinum. Familjurnar Vit kunna vænta, at tey fólk, sum koma hendavegin í samband við oljuvinnuna, hava sínar familjur við, at hesi fólkini eru von við at búseta seg ymsastaðni í heiminum, t.v.s. hetta verða fólk við aðrari mentan og annað mál, sum eisini setir krøv til okkara samfelag. Fólkið, sum kemur hendavegin, kemur tí tey skulu arbeiða í Føroyum, tey vænta sjálvsagt, at barnagarðspláss og skúli er til børnini. Vit eiga at hugsa um, hvussu vit fyrireika okkum til at taka ímóti hesum fólkum. Tað kann sjálvsagt hugsast, at vinnan sjálv setir á stovn barnagarðar. Vit mugu ikki bíða til vinna sjálv fer undir at byggja stovnar, men heldur fyrireika okkum at taka ímóti enn fleiri børnum, sum skulu hava stovnspláss. Tá ið hesi børn koma til Føroyar, tosa tey ikki føroyskt, kanska verða tað fleiri ymisk mál, hetta eiga vit eisini at hugsa um og fyrireika okkum til. Skúlabørnini, sum koma hendanvegin, tosa heldur ikki føroyskt. Aðrastani hevur oljuvinna sín egna altjóða skúla, har børnini verða undirvíst á enskum umframt móðurmáli sínum. Í Føroyum kunna vit ikki seta privatar skúlar á stovn. Sjálv trúgvi eg heldur ikki, at ein frískúlalóg er tann rætta loysnin. Harafturímóti kann hetta verða við til, at fólkaskúlin fær eina nýggja avbjóðing, um so verður, at krav verður sett um móðurmálsundirvísing og ella undirvísing á øðrum máli. Ein annar spurningur er so, um vit skulu slaka fyri øllum teimum krøvum, sum vinnan kann hugsast at seta fram. Vit eiga undir øllum umstøðum at tosa um slíkar spurningar og finna loysnir, helst áðrenn oljuvinnan av álvara kemur til Føroyar. Mentanin Ein annar áhugaverdur spurningur er, hvussu fer oljuvinnan at ávirka okkara mentan? Fólk, sum starvast innan oljuvinnuna, koma ymsastaðni frá, flest øll frá størri samfeløgum enn okkara. Hvørji krøv fara tey at seta til eitt nú frítíðartilboð, matstovur, skeinkiloyvi, náttarlívið o.a. Hvussu fer hetta at ávirka okkara samfelag. Eg havi ikki loysnina, men haldi, at vit eiga at taka slíkar spurningar við, tá ið vit fyrireika okkum, til hesa nýggju tíðina, sum uttan iva fer at ávirka okkara samfelag. Henning Nicodemussen Skjótur flutningur og heildarloysnir Smyril Line ætlar at vera til reiðar, tá oljuleitingin fer at kasta nakað av sær. Norrøna er væl egnað til flutning, og avgreiðslutíðin er ikki long. Eisini hevur Smyril Line fyrireikað eina innkoming, har gestir kunnu fáa heildarloysnir til alt virksemi Stefan í Skorini Smyril Line fer at nøkta ferðafólki og oljugestum teir mest grundleggjandi tørvirnar. Tænasturnar hjá Smyril Line fevna um flutning av bæði farmi og ferðafólki, og eisini verður møguleiki at fáa heildarloysnir hjá Smyril Line. Løgtingið hevur samtykt við lóg, at alt virksemi í sambandi við oljuvinnuna skal um føroyska bryggju, og tí verður væntandi, at virksemi fer at økjast munandi. Tí ræður um at verða til reiðar, tá møgulig viðskiftafólk hava tørv á eini tænastu sigur Jónfinn Simonsen, leiðari á farmadeildini hjá Smyril Line. Smyril Line kann bæði flyta ferðafólk, farm og aðra útgerð við Norrønu, sum júst er umvæld at lúka altjóða krøv. Fyrimunurin við skipinum er, at farmurin verður rullaður umborð og avaftur skipinum. Sostatt kann farmurin setast á ein vogn í Danmark, og farmurin verður allatíðina verandi á jørðini, til hann kemur uppá pláss. Skipið kann tømast eftir hálvumøðrum tíma, og tí er bíðitíðin ikki long. Norrøna gongur eisini skjótt, og tí verður farmur, sum verður tikin umborð leygardag í Hanstholm, á Havnini mánamorgun. Hetta er eitt gott alternativ til aðrar flutningsmøguleikar við teimum fyrimunum, sum eru sigur Jónfinn Simonsen. Smyril Line er eisini farið undir eina nýggja tænastu, sum kann vera sera hent - serliga hjá størri og smærri ferðaløgum, ið koma hendavegin. Talan er um innkoming, sum er vanlig at síggja aðrastaðni. Til ber at seta seg í samband við Smyril Line, og síðani verður ein heildarloysn givin. Henda loysn kann innibera flutning til og úr Føroyum við skipi ella flogfari, gisting, innanlands flutning og bussflutning, útferðir og fundarhøli ella høli til ráðstevnur. Slíkar loysnir kunnu vera hentar hjá ferðaløgum, sum koma í sambandi við oljuleitingina, sum stendur fyri framman. Tað eru sostatt tvær høvuðstænastur, sum Smyril Line kann veita, og tað er flutningur av útgerð og gisting. Tað mest grundleggjandi hjá okkara gestum, sum koma til oljuleitingina. Smyril Line hevur eisini roynt at bjóða seg fram. Fólk vórðu send á oljuráðstevnuna ONS í Stavanger, har tey høvdu høvi at sýna sínar tænastur fram. Henning Nicodemussen Fiskur og olja Helga Hjörvar stjóri í Norðurlandahúsinum Hava hesi fýra fyribrigdini yvirhøvur nakað í felag? Ella er tað júst tað tey hava? Fyrrverandi forseti Íslands Vígdis Finnbogadóttir er von at siga, at mentan selur fisk, ikki umvent. Hon heldur uppá, at tað er lættari at selja eitthvørt, um landið longu hevur eitt pláss í tilvitinum hjá umheiminum. Og onki virkar so væl sum mentan og list; hevur tú lisið bøkur, sæð myndlist, film, sjónleik ella hoyrt tónleik úr einum ávísum landi og ert vorðin hugtikin av øllum hesum, tá heldur tú eisini, at tú kennir landið eitt sindur. Tað ávirkar tína meting um, hvat hetta fólkið er ført fyri at fáa burturúr á øðrum økjum, millum annað hvussu væl tey eru før fyri at framleiða dygdarvøru, sum fólk vilja hava. I Íslandi hava tey longu gagnnýtt hesa sannroynd og tí hava til dømis tann nýggi íslendski filmurin Englar Alheimsins, sum varð sýndur í Norðurlandahúsinum nú í oktober og filmurin Reykjavík 101 verið sýningarferð saman við íslendskum vørum í USA. Hetta er eitt samstarvstiltak sum hevur fingið navnið >>Ísland sjálvandi<< (Iceland naturally - www.icelandnaturally.com) og samstarvið er millum 1000 ára haldið fyri at Leif Eiriksson fann Amerika, Reykjavík Mentanarbýur 2000, fiskaútflutningin, landbúnaðin, ferðavinnuna og onnur. Tað er váttað, at Vígdis hevur meira enn grein í sínum máli. Tað hevur eydnast Íslandi at skapa medvit um, at Ísland ikki bara er eitt land við serstakari náttúru, men at Ísland eisini er eitt nýmótans samfelag, sum er vert at vitja. Serliga gott úrslit hevur arbeiðið á nýggjum marknaðum givið, nýggjasta dømið er ein dyggilig tilgongd av ferðandi úr Onglandi. Og táið umheimurin alt meira sær, at Ísland er eitt væl útbygt nýmótans samfelag, verða íslendskar vørur minni fremmandar fyri tey, sum skulu keypa. Vinnulívið Vælútbúgvið og dugnaligt fólk skal til fyri at framleiða góða vøru, fólk, sum við teirra virkisfýsni og skapanargleði øll eru við til at byggja upp eitt vælvirkandi samfelag. Eydnast tað at skapa eitt slíkt gróðrarríkt huglag og at kveikja og eggja hugin hjá hvørjum einstakum til at lyfta sín part av menningini, eru lunnar lagdir undir stórar møguleikar; og í hesum liggur fyrst og fremst styrkin í londunum i útnorði. Skulu hesi samfeløgini ikki missa eitt ávíst tal av sínum vælútbúnu íbúgvum til størri samfeløg og skulu tey framhaldandi draga at sær og kunna geva íbúgvunum møguleika fyri at menna síni evni til gagn fyri samfelagið, má mentanarlívið mennast í somu takt sum vinnulívið, soleiðis at tann skapanargleðin, sum eyðkennir mentanarlívið sæst aftur í vinnulívsmenningini og umvent. List og Mentan Fleiri definitiónir eru upp á mentan og mær dámar ta breiðu definitiónina, sum merkir, at mentan er alt menniskjaligt virksemi, sum er gjørt við nærlagni, í fortíð, nútíð og framtíð. Tað er grundarlagið vit byggja okkara lív á. Vit hava arvað mentanina og vit fáa mentanararvin til at kasta av sær til eftirkomarar okkara. Mentanin, saman við teirri náttúru vit eru uppvaksin í, er samleiki okkara. Listin hinvegin er tað, at fara í dýpdina við arbeiðinum, medvitið ella ikki at granska nakrar møguleikar, har vit ikki kenna úrslitið frammanundan, fyri soleiðis at geva okkum møguleika til at læra nakað um okkum sjálvi, um okkara medmenniskju og um framtíðina. Hvussu ofta er ikki tað hent, at eitt listaverk sum tykist merkiligt, ja, kanska býttisligt uppá samtíðina, verður ógvuliga týðandi í eini aðrari tíð. Hava vit ikki strembandi og álvarsom listafólk, sum granska sín miðil, høvdu vit bara endurskapt gomul virði og tá vildi listin mist sína kraft, tí lívið er ein rørsla og árið í ár verður eitt sindur øðrvísi enn í árið í fjør, tí vit hava megnað at lagt nakað nýtt afturat okkara royndum, nakað, sum nú eisini er við til at evna okkara samleika til. Hvat hava vit í felag? Vinnulívið kann býtast upp á sama hátt. Vit hava tað traditionella vinnulívið, sum byggir á dygd og framleiðir dygdargóða vøru, sum tað fegið vil halda fram við at framleiða, tað er tann breiða framleiðslan, hon er partur av mentanini. So koma tær nýggju vørurnar, har neyðugt er at taka ímóti avbjóðingum og at ganga nýggjar leiðir í virkseminum. Tað ber sjálvandi til at siga, at endamálið hjá vinnulívinum má vera at framleiða nakað, sum kann seljast í dag ella í morgin ella í ovurmorgin, tí sum oftast snýr tað seg um íløgur, sum skulu kasta av sær, men eitt vinnulív, sum ikki gongur nýggjar leiðir, fær ilt við at fóta sær í okkara nýmótans samfelag, har kappingin er hørð og har starvast verður yvir um landamørk. Táið tað snýr seg um list og um nýskapandi vinnulív eru tær drívandi kreftirnar tað menniskjaliga tilfeingið, vit og skil, skapanargávur og dirvi. Og í báðum førum er endamálið tað, sum hevur varðandi virði, heldur enn løtuvinningur. Eitt virkið samfelag Eitt gott vinnulív hevur gagn av einum vælvirkandi umhvørvi, einum stað har vit kenna, at vit fáa okkara tørv á mentanarligum íblástri og lokalum stoltleika nøktaðan; tí er tað natúrligt at tað ikki bara eru kommunalu- og landsmyndugleikarnir, sum hava til uppgávu at stuðla mentanarligum virksemi, men at tað eisini er ein vinnulívsuppgáva. Her venda vit aftur til fiskin og oljuna og alt annað vinnulív. Tað er natúrligt at hesi stuðla mentanarlívið, eftirsum at landsins menning millum annað er treytað av, hvussu vinnulívið fatar samfelagið alt. Ætlar man sær ikki, at Føroyar bara skulu verða eitt gullgrevstrarpláss, táið oljan kemur, men heldur ein kraftmiðdepil við dragandi tilboðum til fólkið, eins og til gestir, tað veri seg ferðafólk ella fremmand arbeiðsmegi, so noyðist vinnulívið at koma sær uppí. Í mongum londum hevur vinnulívið alt meiri valt at identifisera seg við ávísar partar av mentanarlívinum, tann partin tey halda hóskar til teirra umdømi. Tann partin, tey sjálvi halda kann fáa fólk til at virðismeta teirra vøru. Summi vilja fegin leggja dent á, at teirra vøra er nýmótans og nýskapandi, summi leggja dent á ta fólksligu dygdina og uppaftur onnnur vilja fegin tengjast saman við nakað, sum er klassiskt. Samsvarandi hesum velja fyritøkur at stuðla einstøk tiltøk ella stovnar. Í Føroyum er stórt mentanarligt virksemi og mong tilboð á listaøkinum. Listasavn Føroya hevur permanentar framsýningar umframt upp í 12 ymiskar serframsýningar hvørt ár. Føroya Symfoniorkestur hevur umleið 4 konsertir um árið. Norðurlandahúsið hevur mentanarlig tilboð av ymiskum slag alt árið. Á hvørjum ári verður ein tónleikari ella eitt tónaskald innstillað til tónleikaheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum og rithøvundur til bókmentaheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum, føroyskar bókmentir verða týddar til fremmand mál og tónleikarar spæla konsertir í útlondum. Nýggjur føroyskur tónleikur er komin út á einum av teimum mest virdu tónleikaforløgunum í Europa og hevur fingið ummæli í Times. Føroysk tónaskøld fáa bíleggingar av nýggjum verkum frá tónleikarum úr m.o. Norðurlondum og nú seinast úr París, har fyrsta framførsla av einum nýskrivaðum verki eftir Sunleifi Rasmussen verður í vetur í Le Salon de Musique. Sjónleikalívið blómar og føroyskir sjónleikarar fingu góða móttøku, táið tey spældu á føroyskum á Norðurlendsku teaturdøgunum í Malmø. Føroysk myndlistafólk sýna fram ymsastaðni í Norðurlondum og Tróndur Patursson hevur fest fótin í París. Føroyskir rokkbólkar spæla á ymsikum tónleikastevnum í Norðurlondum. Fýra føroysk myndlistafólk fara nú at sýna fram í New York og ein tónleikabólkur hevur konsertir kring alt USA. Hetta er bara eitt lítið yvirlit yvir tað, sum føroysk listafólk beint nú fremja í útlondum. Hetta er virksemi, sum vinnulívið kann gera gagn av í sínum arbeiði. Nýggjar avbjóðingar Listastevna Føroya, sum er eitt samstarvstiltak millum Norðurlandahúsið, Tórshavnar Kommunu, Undirvísingar- og Mentamálastýrið, listafólkafeløgini og føroyskar mentanarstovnar verður fyri fyrstu ferð hildin komandi summar, frá 8. til 18. august 2001 og verður eftir tað hildin á hvørjum ári. Á Listastevnuni verður bæði útlendsk og føroysk mentan og list á høgum professionellum støði og skal geva føroyingum møguleika til at uppliva eitt gott úrval av tí, sum hendir á mentanarpallinum í og uttanfyri Føroyar. Listastevnan verður eitt kærkomið høvi hjá fyritøkum at bjóða seg fram við at stuðla. Í Reykjavík Mentanarbýur ár 2000 eru 5 fyritøkur valdar út til at stuðla, tær eru: tryggingarfelag, banki, orkuframleiðari, oljufelag og útgerðarfelag. Fyritøkurnar hava stuðlað við 800.000,- føroyskum krónum í part. Harumframt hava fýra fyritøkur latið tænastur: flogfelag, dagblað, handilspallar og bussfelag. Fyritøkurnar lata ikki alt hetta fyri at gera eina góða gerð, men tí tær halda, at tað tænir teimum í teirra marknaðarføring bæði úti og heima. Tí tær vita, at listin hevur eina kraft, sum kann ávirka fólk. Tað, sum mest hugtekur fremmandafólk, sum koma til Føroyar umframt náttúruna, er mentanin, at yrkingasøvn koma út í sama upplagi í Havn, New York og London. At her eru rithøvundar og myndlistafólk á heimsstøði. At man samstundis, sum man hevur ein nýgjørdan spælifilm - ein roadmovie - varðveitir føroyska dansin. Hetta er ein styrki og eitt flog, sum er dygdargott støði at byggja eitt samstarv millum fisk, olju, list og mentan á. Henning Nicodemussen Ein oljuvinna fær stórt árin á miðstaðarøkið uttan mun til hvar í landinum útgerðarhavn verður, og tí ræður um altíð at vera frammanfyri í planleggingini. Umráðandi er at hava eitt so neyvt samsvar millum útboð og eftirspurning á øllum økjum Tórfinn Smith formaður í Havnarnevndini í Tórshavn Ein spurning, eg mangan havi fingið er, um vit í Havn yvirhøvur eru áhugaði í at vera við í oljuvinnuni, tí so lítið hoyrist frá okkum. Vit frætta um kommunur, sum senda fjølmentar sendinevndir av landinum til oljuráðstevnur, og sum onkur, kanska við einum veti av speisemi tók til, tess minni og skuldarbundnari kommunan er, tess fjølmentari er sendinevndin. Eisini hava vit hoyrt um kommunur, sum hava gjørt avtalur við útlendsk olju- og útgerðarfeløg um bryggjupláss og frásetingarøki, stásiligar verkætlanir eru sýndar í sjónvarpi og í bløðum, við ikki minni imponerandi mini-oljuhavnum, útskornum úr krossfineri og pappi. Vit í Tórshavnar Kommunu, og Tórshavnar Havn, sum hevur staðið fyri tí meira praktiska fyrireikingar- og kanningararbeiðinum, hava fjølmiðlaliga sæð ikki arbeitt við teimum stóru veingjasløgunum, men hóast tað, skal eingin ivast í, at her liggur eitt stórt arbeiði eftir. Bygt á kanningar, hvat oljuvinnan sigur seg at hava mest fyri neyðni, hava vit fyrst og fremst vent okkara kanningararbeiði mótvegis okkum sjálvum. Til høvuðsstaðarøkið, fyri á hendan hátt at staðfesta hvør okkara styrki er, og hvørjir okkara veikleikar eru. Hetta arbeiði varð sett í verk so skjótt møguleikar, fyri eini komandi oljuvinnu við Føroyar, hómaðust. Sund Mangt hevur verið talað og skrivað um havnaøkið á Sundi síðani hetta varð liðugt, síðst í áttatiárunum, og í sjálvsspeisemi má eg siga, at mín partur hevur í so máta ikki ligið eftir. Men sannroynd er tað, at har er ein 215 metra long bryggja og eitt 50.000 fermetra stórt øki, sum kann takast í nýtslu uttan stórvegis íløgur. Økið liggur tætt við havnaøki í Havn, har ein stórur partur av innflutninginum verður lossaður. Á Sundi fáa vit ikki trupulleikar av aðrari skipaferðslu, sum mangan er trupulleikin í øðrum londum. Økið liggur uttan fyri bygt øki, men nærhendis ídnaðarøkinum, og møguleikar eru seinri at víðka økið munandi, um hetta gerst neyðugt. Lítið er at ivast í, at oljuvinnan hevur brúk fyri heildartænastu. Fyri so mongum tænastum sum gjørligt á sama stað, og tí liggur Sund eisini væl fyri í so máta. Tað hevur mangan verið sett spurnartekin við kyrruna á Sundi, og tí varð, sum tað fyrsta, tá tosið um eina møguliga oljuvinnu stakk seg upp, at gera aldukanningar av viðurskiftunum har. Hetta gjørdu vit fyrst og fremst fyri at vit sjálvi fingu størri kunnleika til viðurskiftini og harafturat, at úrslitið av kanningunum kundu latast teimum áhugaðu, sum soleiðis sjálvi kundu meta um hesi viðurskifti. Tað er, eftir mínum tykki, ikki so umráðandi, hvat vit sjálvi halda um hvussu er at liggja við bryggjuna á Sundi. Tað er meira umráðandi, at tey, sum skulu brúka havnina, vita hvør vøran er, vit bjóða teimum. Allar havnir í Føroyum hava ávísar trupulleikar við kyrru/vindi á ávísum ættum, og soleiðis er eisini á Sundi, men so hava vit havnaøkið í Havn til at taka. Alt bendir á, at um eitt ár ella so, verður fyrsti borurin settur í undirgrundina. Í leiti-tíðarskeiðinum verður virksemi um bryggjukantin ikki tann stóri, so óhugsandi er ikki, at flutningurin fyrstu tíðina kundi farið fram um bryggjuna í Havn, men besta loysnin er uttan iva, at virksemið fer fram á Sundi, í framtíðar oljuhavnini. Oljan og samfelagið + og - Vit eiga at tilbúgva okkum við tí fyri eygað, at oljan kemur. Men búskaparliga og við øðrum vinnum fyri eygað, eiga vit at hugsa og virka sum ikki ein einasti svartur dropi kemur úr undirgrundini. Lat meg í hesum sambandi bert nema eitt sindur við hvussu Tórshavnar Kommuna eigur at fyrireika seg. Uttan tó at gera tær stóru íløgurnar í tað óvissa. Uttan mun til, um útgerðarhavn verður innan fyri okkara kommunumark ella ikki, er lítið at ivast í, at verður føroysk oljuvinna veruleiki, fer hendan at hava stór árin á Havnar Kommunu sum høvuðsstaðarkommunu, sum miðstaðarøki. Tað ræður um altíð at vera frammanfyri í planleggingini. Á havnaøkinum, býarætlanarøkinum og somuleiðis á øllum økjum, sum hevur við sær økt trýst á kommununa, soleiðis at ein tørvur skjótast gjørligt kann nøktast. Høvuðsendamálið er at hava so neyvt samsvar millum útboð og eftirspurning sum gjørligt av øllum tænastum. Til tess krevst ein sterk býarstjórn, sum ikki óttast fyri at átaka sær samfelagsligar uppgávur og sum alla tíðina hevur fingurin á pulsinum. Ein møgulig komandi oljuvinna kann hava við sær stóran framburð av føroyska samfelagnum, væl at merkja um rætt verður borið at. Men bera vit okkum ikki rætt at, kunnu vit lættliga gerast trælir heldur enn harri. Tað má ikki henda. Henning Nicodemussen Havnin miðdepil - eisini í oljuhøpi Tórshavnar kommuna brynjar seg til avbjóðingarnar, ið fylgja í kjalarvørrinum av eini oljuvinnu Leivur Hansen borgarstjóri í Tórshavn Næsta summar verður av álvara farið undir at leita eftir olju undir Føroyum og gongst alt eftir ætlan, kunnu vit væntandi rópa okkum oljutjóð um nøkur fá ár. Havnin verður sjálvandi eisini landsins miðdepil í hesum høpi. Sama hvar útgerðarhavnin verður. Flestu oljufeløgini, ið nú hava fingið loyvi at leita eftir olju undir Føroyum, hava longu ella fara í næstum at lata upp skrivstovur her í høvuðsstaðnum - og tað skulu tey vera vælkomin til. Samstundis hava vit fingið ábendingar um, at ikki bert starvsfólk teirra á landi, men eisini úti á leitingarøkinum, ætla at søkja sær bústað her í kommununi ella í grannalagnum. Summi við øllum sínum húski. Setur stór krøv Hetta økir sjálvandi um tey frammanundan stóru krøvini til kommununa, ið m.a. standast av stóra fólkavøkstrinum. Eitt nú á íbúðarøkinum. Barnagarðsøkinum. Skúlaøkinum. Frítíðartilboðum o.s.fr. Upplýsast kann í hesum sambandi, at arbeitt verður bæði umsitingarliga og politiskt við at skapa loysnir á øllum hesum økjum. Sum skilst verður neyvan talan umta stóru innrásina av útlendskum oljuarbeiðarum beinanvegin. Men heilt sørt verður tað kortini ikki. Heldur ikki, um møguli olja ikki kemur uppá land her, men ístaðin verður flutt beinleiðis á marknaðin. Tí ræður sjálvandi um hjá okkum at vera so væl fyrireikað sum gjørligt. Vilja hava fólk, ið trívast Við at útvega teimum so góðar karmar og umstøður sum gjørligt, kunnu vit vónandi fáa ávirkan á, hvat slag av fólki, oljufeløgini senda hendavegin. Fyri kommunu- og landskassan hevði tað t.d. verið ein fyrimunur, um talan var um heil húski við góðum útbúnum fólki heldur enn einstaklingar, sum bert eru her í eina styttri tíð og lítið og onki leggja eftir seg. Men hetta krevur m.a., at íbúðar-, skúla- og frítíðarviðurskiftini eru í lagi, soleiðis at tey kunnu trívast her. Kunnað seg um oljuvinnuna Í sambandi við eina møguliga komandi oljuvinnu, hevur Tórshavnar kommuna hesi seinnu árini á ymsan hátt roynt at kunnað seg um hesa nýggju vinnu. M.a. á oljuráðstevnum í Aberdeen, Stavanger og aðrastaðni. Og júst sum lið í royndunum at brynja seg so væl sum gjørligt til tær avbjóðingar, ið fylgja í kjalarvørrinum av hesi vinnu, hevur Tórshavnar kommuna gjørt samstarvsavtalur við hesar báðar týdningarmestu oljubýirnar í Europa. Við hesum báðum avtalum í hondini áttu vit at kunna sloppið undan at skula uppfinna tann djúpa tallerkin um aftur. Njóta væl av samstarvi Aberdeen og Stavanger eru við sínum áralongu royndum sum oljumiðdeplar fúsir at leggja okkum lag á við góðum ráðum. Og hesum samstarvi njóta vit longu væl av, kann eg heilsa og siga. Tórshavnar kommuna fer at halda fram við miðvísa arbeiði sínum til tess at fyrireika seg so væl sum gjørligt til tær avbjóðingar, ið oljuvinnan hevur við sær, soleiðis at kommunan og samfelag okkara sum heild fær sum mest burtur úr hesi nýggju vinnuni. Henning Nicodemussen Hugleiðingar um fyrsta útbjóðingarumfar Eyðun Elttør landsstýrismaður í oljumálum Ráðstevnan, sum í dag verður sett í Norðurlandahúsinum, ber heitið >>Leitingarskeiðið: Hvussu loyvishavarar fara at tryggja veruliga, føroyska luttøku<<. Tað verður áhugavert at hoyra, hvat loyvishavarar hava at siga um hetta evnið. Ein týðandi fyritreyt fyri at fáa sum mest burturúr føroyskari luttøku er, at loyvishavarar í verki vísa, at teir veruliga eru sinnaðir at lata føroyingar verða við í virkseminum. Eitt er tó, at loyvishavarar sýna góðan vilja. Neyðugt er eisini, at vit standa saman um at koma okkum uppí. Partar av vinnulívinum hava longu víst vilja og evni at laga seg til tey krøv, sum verða sett í hesi vinnuni. Eins og mangan áður man føroyska vinnulívið fara at megna at taka við nýggju avbjóðingunum. Umframt at loyvishavarar og vinnulív eru sinnaði at virka fyri føroyskari luttøku, er eisini neyðugt, at myndugleikarnir í ávísan mun eru við. Tað hevur uttan iva havt sína ávirkan, at vit í longri tíð hava boðað oljufeløgunum frá, at myndugleikarnir leggja stóran dent á veruliga føroyska luttøku í virkseminum. Tá so oljufeløgini vórðu boðin at søkja um leitiloyvi, var eitt av kappingarparametrunum, í hvønn mun tey vildu taka føroyingar við í virksemið. Oljumálastýrið ætlar framhaldandi at ansa eftir at loyvishavarnir fylgja sínum skyldum hesum viðvíkjandi. Tá útbjóðingarumfarið varð fyrireikað, vóru nógvir ymiskir møguleikar havdir frammi um, hvussu treytirnar fyri loyvini skuldu samansetast. Føroyska samfelagið skuldi hava sum mest burturúr, men ansast mátti eisini eftir, at oljufeløgini ikki mistu áhugan fyri føroyska landgrunninum. Fólk hava onkuntíð lyndi at halda, at vit bara kunnu seta oljufeløgum tey krøv, okk-um lystir, men so er ikki. Vit mugu hava í huga, at vit kappast við nógv onnur øki í heiminum um áhugan hjá oljufeløgunum, og meta tey, at okkara krøv eru ov hørð, kann úrslitið skjótt verða, at tey velja at arbeiða aðrastaðni. Úrslitið av fyrireikingunum varð, at oljufeløgunum vórðu settar ófrávikiligar treytir, so sum trygdarkrøv, krøv til tøkniligan førleika, fíggjarorku og skattskyldu, umframt treytir, sum feløgini kundu kappast um. Hesar seinnu snúðu seg um, hvørji jarðfrøðilig arbeiði, feløgini vóru sinnaði at átaka sær, og í hvønn mun, tey vildu virka fyri veruligari føroyskari luttøku í virkseminum. Alment oljufelag Endamálið hjá Føroyum við at fara undir oljuvinnu er í høvuðsheitum at fáa inntøkur til landskassan, at fáa størri virksemi í landinum og at menna vinnuliga førleika okkara. Við teimum treytum, vit hava sett oljufeløgunum fyri at fáa leitiloyvi í fyrsta útbjóðingarumfarinum, náa vit hesum málum. Aðrar treytir vórðu tó eisini umhugsaðar, so sum luttøka av almennum oljufelag og at selja loyvini kontant til hægstbjóðandi. Eitt alment oljufelag hevði ikki givið føroyska samfelagnum annað ella meira, enn settu treytirnar geva. Tað var høvuðsorsøkin til, at vit valdu ikki at krevja beinleiðis almenna luttøku. Umframt partafelagsskatt uppá 27% (í mun til partafelagsskatt fyri annað virksemi uppá 20%), fær landskassin 2% av virðinum av øllum framleiddum kolvetnum, og kastar framleiðslan nógv av sær, fær landskassin eisini eykaskatt, sum er vaksandi í mun til yvirskotið. Tilsamans kann skatturin av seinast vunnu krónini koma uppá umleið 55%. Harumframt gjalda oljufeløgini eitt víddargjald fyri økini, sum tey hava fingið rætt at leita á. Hetta gjaldið veksur ár um ár. Annar møguleiki var at hava alment oljufelag við sum optión, tvs. at tryggja tí almenna rætt til, at eitt alment oljufelag seinni kundi koma við í virksemið. Bíðað kundi tá verið við at stovnað felagið t.d. inntil tað vísti seg, um kolvetni eru í undirgrundini. Skuldu vit kravt optión, er tað rættiliga víst, at vit høvdu verið noydd at slakað í øðrum krøvum, t.d. slept serskattinum. Tað hevur verið ført fram, at við ikki at hava alment oljufelag, hava vit spælt okkum eitt sera týdningarmikið kort av hondum fyri allar ævir. So er ikki. Vit hava bara gjørt av ikki at krevja alment oljufelag við í fyrsta útbjóðingarumfarinum. Hetta forðar á ongan hátt fyri, at vit krevja almenna luttøku í onkrum seinni umfari, verður tað hildið at vera skilagott til ta tíð. Eitt annað sjónarmið, sum hevur verið ført fram, er, at uttan alment oljufelag hava vit útihýst øllum føroyingum frá at luttaka í vinnuni. Hesum eri eg als ikki samdur í. Við teimum treytum, sum settar eru, hava vit tvørturímóti júst tryggjað øllum føroyingum bæði lut í einum møguligum fíggjarligum ágóða og møguleikar fyri at luttaka beinleiðis í vinnuni. Sjónarmiðið, at tað almenna skal luttaka beinleiðis fyri harvið at fáa ágóðan av møguligum inntøkum, er eftir mínum tykki heldur ikki rætt. Sum áður nevnt, verða stórar upphæddir settar uppá spæl í sambandi við oljuleiting á føroyskum øki. Hesar upphæddir verða brúktar uttan vissu fyri, um nakað fer at koma burturúr ella ikki. Við ikki at hava almenna luttøku í virkseminum, taka oljufeløgini váðan á seg. Verður einki funnið hevur landskassin tí einki beinleiðis tap av hesum. Verður olja hinvegin funnin fær landskassin sín part umvegis skattir og avgjøld. Útbjóðingarhátturin Eitt annað evnið, sum varð umrøtt í sambandi við fyrireikingarnar av fyrsta útbjóðingarumfarinum, var møguleikin at selja loyvini kontant til hægstbjóðandi - at selja tey á uppboðssølu. Tað var tó rættiliga skjótt komið til ta niðurstøðu, at hetta var ikki besta loysnin fyri føroyska samfelagið. Henda mannagongd kann nýtast, har vitanin um økið er ein heilt onnur enn hjá okkum. Við tí óvissu, sum er knýtt at føroyska landgrunninum, hevði prísurin, oljufeløgini høvdu viljað latið, verið hareftir. Tað man neyvan nakar við innliti í oljuvinnuna vera í iva um. Á ein hátt ber tó til at siga, at uppboðssøluhátturin kortini varð nýttur og at teir umsøkjarar, sum høvdu hægsta boð, fingu loyvini. Gjaldið varð tó bert partvíst í reiðum peningi. Úrslitið av fyrsta útbjóðingarumfarinum er, at oljufeløgini hava átikið sær skyldur fyri uml. kr. 1,5 mia. Eisini eigur at verða havt í huga, at leitingarloyvi ikki bara geva loyvishavarunum ein rætt at leita eftir olju, men eisini áleggja teimum eina skyldu at fremja tað arbeiðið, ið er ásett í leitingarloyvinum. Oljufeløgini hava átikið sær at gera 8 leitiboringar, umframt at gera aðrar kanningar av føroyska landgrunninum, soleiðis at tann parturin, sum liggur undir basalti, møguliga gerst meira áhugaverdur í framtíðini. Harumframt hava loyvishavarnir skyldu til at nýta uml. kr. 100 mió. til menning av føroyska vinnulívinum, til útbúgvingar og til gransking næstu 6 árini. Niðurstøða Við teimum treytum, ið eru settar, hava vit rokkið teimum fremstu málunum, vit settu okkum undan útbjóðingarumfarinum. Hesi málini vóru at fáa oljufeløgini hendavegin at fara undir veruligar leitingar eftir olju og at gera hetta í samstarvi við føroyskt vinnulív, eisini meðan leita verður. Mín inniliga vón er, at hetta nýggja virksemið kemur at geva einstaka føroyinginum eins og tjóðini allari eina spennandi og mennandi framtíð. Henning Nicodemussen Eitt íkast til almenna orðaskiftið Eftir Jan Müller blaðstjóra Blaðið tú her hevur í hondini ella liggjandi á borðinum framman fyri teg er ein roynd hjá Sosialinum at viðgera eitt stórt álvarsmál frá fleiri ymsum sjónarvinklum. Komandi oljuleiting og í kjalarvørrinum á henni ein spildurnýggj vinna í Føroyum eru um sama mundið ein spennandi og álvarslig avbjóðing. Hvussu oftani hava vit ikki hoyrt føroyingar siga, at tað hevði verið gott, um búskapurin hevði fleiri bein at standa á. Fiskivinnan, fiskiídnaðurin, alingin, ferðamannavinnan, IT-vinnan eru vinnur, sum eru komnar fyri at verða, men hesar vinnur kunnu eisini verða svikaligar. Fyri samfelagið er tað tí gott at fáa enn eitt bein at standa á. Hvør hevði droymt um ella dugað at ímyndað sær fyri kanska 10 til 15 árum síðani, at Føroyar í 21. øld fóru at lata dyrnar upp til ta í sama bili lovandi sum ræðandi oljuvinnuna! Nú er hetta so við at gerast veruleiki. Fleiri av heimsins størstu oljufeløgunum hava latið ella skulu til at lata upp skrivstovur her, og starvsfólk teirra leita sær innivist ikki bert fyri veturin, men møguliga fyri eina langa tíð fram. Fyrsti borurin verður settur í undirgrundina um gott og væl eitt hálvt ár. Vil heilt væl til sprýkir oljan - um hon finst - kanska upp hesa tíðina næsta ár. Tá - og latið okkum sjálvandi undirstrika - um hetta hendir - byrjar eitt spildurnýtt tíðarskeið í ikki bert føroyskari vinnusøgu men í Føroya søgu. Tí ein so stór og ógvuslig vinna fer at merkjast í øllum liðum og øllum herðashornum í samfelagnum - upp á gott og ilt. Nettupp hesi bæði seinastu orðini - upp á gott og ilt - er tað hetta serblað snýr seg um. Hvussu kunnu vit føroyingar sjálvir stýra útviklinginum, soleiðis at vit fáa sum mest gott burtur úr og avmarka negativu avleiðingarnar mest møguligt! Fortreytin fyri at kunna svara hesum er upplýsing og orðaskifti - júst tað, sum vit royna at liva upp til sum blað. Sosialurin hevur longu fylgt gongdini í hesum máli í mong ár. Vit hava roynt at leggja fram sjónarmiðini hjá føroyingum eins og útlendingum, sum hava havt eitthvørt tilknýti til oljuvinnuna. Vit hava roynt at seta fram spurningar. Summir teirra eru svaraðir, men nógvir liggja ósvaraðir. Kanska heldur ikki so løgið, tí torført er hjá okkum føroyingum at fyrihalda okkum og hava eina støðu til nakað, sum er so nýtt og fremmant fyri okkum, sum altjóða oljuverðin er tað. Upprunaliga ætlanin við hesum eykablað var at geva okkara íkast til komandi aðalorðaskiftið á Føroya Løgtingi, sum løgmaður boðaði frá í ólavsøkurøðu síni skuldi verða í november í ár. Síðani er tað hent, at góðar kreftir her á landi hava tikið seg saman fyri at skipa eina altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har serligur dentur verður lagdur á leiklutin hjá føroyskum vinnulívi í komandi oljutilgongdini. Við øðrum orðum er >>Oljublaðið<< lutvíst eitt íkast til orðaskiftið á tingi og í samfelagnum sum heild um tær avbjóðingar, sum nýggja vinnan hevur fyri øll hugsandi lið í samfelagnum - harumframt er tað ein roynd at birta uppundir orðakiftið á Oljuráðstevnuni, sum letur upp í Norðurlandahúsinum í dag. Góða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum - gott orðaskifti á Løgtingi og samfelagnum annars! Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Tollarar í Havn funnu rúsevni Undir vanligum rutinueftirliti funnu tollararnir her fyri hash umborð á grønlendskum trolara, sum koma á Havnina á veg til Grønlands. Yvirtollarin sigur, at tað fysiska eftirlitið eigur at styrkjast Tórshavn: Tollararnir í Havn vóru her fyri umborð á grønlednska trolaranum Polar Arfivik, har teir funnu 100 gram av hashi, sum helst varð ætlað at fara víðari til Grønlands. Kjartan Dam Joensen, yvirtollari í Tórshavn, sigur, at Tollararnir funnu hashið undir vanligum fysiskum rutinueftirlitið. Hann fýlist tó á, at tollvaldið hevur ov lítlar møguleikar til slíkt eftirlit. Hendan nøgdin ikki er seriga stór í víðari samanhangi, ásannar yvirtollarin í Havn, men leggur aftrat, at hashið, sum funnið varð, hevur eitt hampiliga stórt virði á grønlendska marknaðinum. Talan var í hesum førinum bara um eitt vanligt rutinueftirlit, sigur yvirtollarin. Tað er vanligt, tá farið verður umborð soleiðis, at teir eru væl mannaðir, og soleiðis var eisini hesaferð. Kjartan Dam Joensen sigur, at teir plaga at hava hund við til slíkar kanningar. Bæði teirra egna narkohund, umfram at teir hava samstarv við løgregluna um at leiga hund og førara frá løgregluni. Hetta samstarv hevur riggað væl, sigur yvirtollarin. Eisini hinvegin, tá løgreglan sendir boð eftir hundinum hjá tollvaldinum. Yvirtollarin sigur, at tað var tó ikki hundur, sum fann hashið umborð á grønlendska trolaranum hendan dagin. Tað var goymt á einum slíkum staði, at hundur slapp ikki til tað, men maðurin, sum kannaði staðið, fann tað, sigur hann. Tað var ikki gjørligt at finna nakran eigara til hesa nøgdina av hashi, sum funnin var umborð á trolararnum. Hald varð lagt á hashið, sum løgreglan síðan fekk í varðveitslu, sum vanligt er at gera, sigur Kartan Dam Joensen. Tað vóru nakrir føroyingar við grønlenska trolararnum, men tollvaldið heldur seg vita, at eingin teirra kann setast í samband við hashið. Kjartan Dam Joensen sigur, at tað er ikki so vanligt at finna hash og onnur rúsevni, sum føroyingar hava samband við. Hann sigur seg tó vera vitandi um, at rúsevni eru í landinum, men heldur ikki, at tað kemur bara soleiðis hissini við onkrum skipi. Hann metir tað vera skipaðan flutning, sum í dag fer fram við rúsevnum. Higartil í ár hevur tollvaldið funni hálvtannað kg av hashi, sum ávísast kann, skuldi brúkast í Føroyum. Tað er komið ymsar vegir. Á ferðafólki bæði loft- og sjóvegis, við posti og hvussu fólk nú finna upp á at senda tað. Hetta er lítil nøgd í mun til okkurt annað ár. Í 1997var samlaða nøgdin, hald varð lagt á, sambært ársfrágreiðingini hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum, knapt 36 kg. Men tá vórðu 34 kg funnin umborð á einum grønlendskum skipi, sum skuldi til Grønlands við tí. Í fjør var nøgdin gott hálvttíggjunda kg. Men annars hevur nøgdin í nógv ár ligið støðug millum eitt hálvt og trý kg, eftir sum hagtølini hjá Løgregluni og Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum siga frá. Av øðrum rúsevnum kemur ikki tað stóra, sigur Kjartan Dam Joensen, yvirtollari. Í fjør vórðu nøkur fá gram av amfetamini og kokaini funnin uppi á einum persóni. Kjartan Dam Joensen sigur, at Tolleftirlitið ikki hevur møguleika at vera so virkið, sum ynskiligt var. Gjørdar verða javnan stakroyndir, men tað metir hann vera bara næstbest. Hann vildi fegin havt møguleika, pengar og fólk, til at komið nógv meira út úr húsinum. Tí tað er eyðsæð, at tað er við tí fysiska eftirlitinum, at úrslitini vísa seg, sigur Kjartan Dam Joensen, yvirtollari í Havn. Hann letur annars væl at samstarvinum, Tolleftirlitið hevur við grannalondini. Tætt samstarv er við eitt nú Danmark, Noreg og Íslands umframt Skotland og Hetland. Kjartan Dam Joensen heldur tó, at ynskiligt kundi verið, um fleiri ábendingar frá privatfólki komu til tollvaldið, tá tey vistu um eitthvørt ólógligt, sum varð flutt inn. Eitt nú narkotika ella annað. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Skert tolleftirlit á flogvøllinum Tollararnir á flogvøllinum siga seg hava fingið boð um ikki at steðga ferðafólki, sum ikki sjálvboðin koma til tollavgreiðsluna. Økisstjórin sigur seg ikki kenna hesi boðini Flogvøllurin: Ferðafólk, sum komin eru um flogvøllin í Vágum seinastu dagarnar, hava undrast á, at tað er nógv lættari at koma ígjøgnum tollin, enn tað hevur verið fyrr. Fólk verða ikki steðgað, sum tey annars vanliga hava verið. Á Tolleftirlitinum í Vágum verður sagt, at tað kemst av, at tollararnir frá leiðsluni hava fingið at vita, at tað er eitt sindur ivasamt, um framgangshátturin, sum altíð hevur verið nýttur í samband við tollgreiðslu, hevur verið heilt rættur. Ivi varð sáddur um, hvørt tollararnir uttan víðari høvdu ræt til at biða fólk lata viðføri upp og kanna tað. Tolararnir vísa til Tolllógina, sum heilt greitt sigur, hvussu farast skal fram, og har er eftir teirra meting eingin ivi um, at tað, teir altíð hava gjørt, er rætt. Men boðini vóru, verður sagt av Tolleftirlitinum, at tey fyribils skuldu bíða við at gera størri rannsóknir, til nærri boð komu frá stjóranum og Toll og Skattstovuni og løgfrøðingunum hjá Fíggjarmálastýrinum. Til tey boðini eru komin, siga tey á Tolleftirlitinum í Vágum, verða bara fólk, sum sjálvboðin koma til diskin, tollavgreidd. Søgan ljóðar heilt margháttlig, tá havt verður í huga, at um allan heim verður viðførið hjá ferðafólki kannað av tollarum. Sosialurin vendi sær til økisstjóran á Toll og Skattstovuni, Vága Øki og spurdi um grundgevingina fyri at geva slík boð. Økisstjórin avvísti blankt at hava givið slík boð yvirhøvur. Hon hevði als ikki tosað við tollararnar um slíkt, segði hon. Tollararnir hinvegin hildu fast við, at tey høvdu fingið tey boðini. Trý fólk samstundis. Og at stjórin á Toll og Skattstovuni eisini kendi til tey. Hesum noktaði stjórin á Toll og Skattstovuni fyri, tá hann varð biðin um viðmerking til málið. Hinvegin varð blaðmaðurin heilt stutt eftir at hava tosað við økisstjóran í Vágum, sum tá var stødd í Fíggjarmálastýrinum á Argjum, ringdur upp av øðrum persóni í Stýrinum á Toll og Skattstovuni við áheitan um ikki at skriva nakað um málið. Blaðmaðurin vildi tó ikki ganga hesi umbøn á møti. Leiðslan á Toll og Skattstovuni heldur uppá, at tollararnir í Vágum hava eingi boð fingið um, at teir ikki skulu kanna viðførið hjá ferðafólki, sum ikki sjálvboðin leggja tað opið á diskin. Tollararnir hinvegin siga, at eftir at Sosialurin hevði tosað við leiðsluna á Toll og Skattstovuni, varð tó sagt frá leiðsluni, at onkur misskiljing hevði helst verið. Tað, sum meint varð við, var at tey ikki skuldu kanna øll ferðafólkini, sum komu við flogførunum, tí tað kundi seinka bussunum, sum skuldu við ferjuni um Vestmannasund. Slíka grundgeving duga tolleftirlitsfólkini ikki at skilja. Og als ikki eftir, at Sosialurin ehvur gjørt tey varug við, at leiðslan á Toll og Skattstovuni eingi boð sigur seg hava givið teimum yvirhøvur. Ein av tollarunum sigur tað vera løgið, at leiðslan í tollvaldinum skal vera bangin fyri at seinka rutuni í samband við arbeiðið hjá Tolleftirlitinum. Sjálvur hevur hesin tollarin verið uttanlands og arbeitt, har hann hevur verið við til at kanna rættiliga nógv ferðafólk, uttan at nakar hevur óttast fyri, hvat bussførarnir uttan fyri lufthavnina fóru at siga til tað. Tað tykist í løtuni heldur ógreitt, hvat hvør hevur givið hvørjum boð um. Tríggir tollarar siga seg hava fingið boð frá leiðsluni um ikki at kanna viðføri hjá ferðafólki, sum ikki sjálvboðin koma við tí. Leislan sigur seg fyrst als ongi boð hava givið, og í øðrum lagi onnur boð enn tað, tollararnir hava skilt. Eftir stendur so, at bara tey ferðafólk, sum munnliga upplýsa fyri tollarunum, hvat tey hava at gjalda toll av, verða avroknað. Hini, sum einki siga og bara ganga ígjøgnum, verða ikki steðgað. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Einki kom burtur úr fundinum Høgni Hoydal helt eftir fundin við danska løgmálaráðharran, at embætismenn hjá pørtunum júst tað sama kundu havt hildið fundin Føroysku landsstýrisfólkini ásannaðu eftir fundin við danska løgmálaráðharran seinnapartin mánadagin, at einki veruligt úrslit spurdist burturúr. Hesin fundurin kann ikki brúkast til nakað, tá vit hitta donsku stjórnina hósdagin. Tað kundi eins væl verið embætisfólk hjá pørtunum sum hittust, tí Frank Jensen hevði ongar heimildir fingið til at samráðast nakað upp á pláss, segði Høgni Hoydal, varaløgmaður, á tíðindafundinum mánakvøldið. Endamálið við fundinum var sambært landsstýrinum at fáa partar av samráðingunum endaliga upp á pláss, meðan danska stjórnin helt, at talan var um fyrireikandi fund, sum skuldi lætta um fundin í morgin. Vit hava tikið nøkur smá fet fyri at skilja støðuna hjá hvørjum øðrum, og tá tað nú eina ferð eru politikarar sum føra samráðingarnar hósdagin, er tað gott við einum slíkum fundi, helt Frank Jensen, løgmálaráðharri. Politiski viljin manglar Undan fundinum var ósemja um, hvat ætlanin við fundinum var. Landsstýrið vildi hava ítøkilig úrslit burtur úr, meðan danski løgmálaráðharrin noktaði fyri at gera nakra ávegis semju. Danski politikkurin í hesum samráðingunum hevur verið, at eingin semja er gjørd, fyrr enn semja er um øll økini, sum samráðst verður um. Tað er eingin løgfrøðislig ella umsitingarlig forðing fyri at gera eina avtalu um ríkisborgararættindini. Nú er tað ein spurningur um politiskan vilja, men har mugu vit ásanna, at danir eru ikki hugaðir fyri eini avtalu um javnbjóðis rættindini hjá hvørjum øðrum, segði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaðurin, sum eisini var við á fundinum mánadagin. Vanlig mannagongd Landsstýrið harmast, at vit ikki kundu koma til nakra felags niðurstøðu í dag, tí tað er trupult at koma víðari við samráðingunum, tá ongar niðurstøður verða gjørdar, segði Høgni Hoydal. Hann helt, at Frank Jensen ongar heimild hevði fingið til veruliga at samráðast við landsstýrið og at finna semju, og tí kundi einki ítøkiligt úrslit spyrjar burturúr. Men hesum var danski løgmálaráðharrin ósamdur við honum í. Her er talan eina púra vanliga mannagongd, tá talan er um samráðingar, og tí er einki galið við mínum heimildum at samráðast. Soleiðis eru samráðingar, segði Frank Jensen. Hósdagin hittast landsstýrisfólkini og Frank Jensen aftur, men tá verður tað í einum størri forum við fleiri umboðum fyri landsstýrið og donsku stjórnina. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Betri enn Nyrup Samráðingarandin var góður, men eingi úrslit vóru at peika á, tá landsstýrisfólk hittu danska løgmálaráðharran Føroysku landsstýrisfólkini róstu einum stórsmílandi Frank Jensen eftir fundin í Tinganesi í mánadagin. Samráðingarandin hevði verið góður, og stundir vóru eisini til at skemta sær, helt Høgni Hoydal fyri, tá hann setti hol á tíðindafundin tíðliga mánakvøldið. Meira enn eina ferð undir tíðindafundinum róði varaløgmaður fram undir, at úrslitið av fullveldissamráðingunum helst hevði verið øðrvísi, um tað var danski løgmálaráðharrin og ikki danski forsætisráðharrin, sum ráddi fyri borgum, tá tað snúði seg um Føroyar. Smá fet ella eingi Tá Høgni Hoydal varð spurdur, hví hann helt tað, var hann skjótur at draga í land og helt fyri, at tað skuldi hann ikki takast til inntøku fyri at siga. Eisini danski løgmálaráðharrin helt, at talan var um samráðingar við einum góðum tóna, men báðir partar høvdu trupult við at peika á ítøkilig úrslit av positiva andanum. Frank Jensen tosaði um smá fet, meðan Høgni Hoydal og Helena Dam á Neystabø hildu, at eingin var komin úr stað undir samráðingunum Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Nokta føroyingum javnbjóðis rættindi Danska stjórnin noktaði enn einaferð fyri at lata føroysku ríkisborgarum somu rættindini sum danskir, um føroyskt fullveldi verður veruleiki Á fundinum millum landsstýrisfólk og danska løgmálaráðharran mánadagin vóru ríkisborgararættindini ovast á dagsskránni. Landsstýrið ynskir, at føroyskir ríkisborgarar fáa somu rættindi í Danmark sum danskir ríkisborgarar, um Føroyar taka fullveldi. Og sama verður galdandi fyri danskar ríkisborgarar í Føroyum. Fyrisitingarligt og menniskjaligt er tað nógv best við javnbjóðis rættindum, tí so sleppur tú undan at seta fólk í eina óhepna støðu, har tey skulu velja, hvar tey vilja verða ríkisborgarar, heldur Høgni Hoydal, varaløgmaður. Talan er um so lítlan mun millum javnbjóðis rættindini og tær norðurlendsku avtalurnar á økinum, at tað hevði verið nógv best og lættast, um vit lótu borgarunum hjá hvørjum øðrum hava somu rættindi, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður. Valið og avleiðingar Frank Jensen vísir kravinum um javnbjóðis rættindini frá sær, og grundgevingin fyri tí er tann sama, sum áður hevur verið at hoyrt frá donsku stjórnini. So leingi føroyingar eru við í ríkisfelagsskapinum, hava teir júst tey somu rættindini sum danir og grønlendingar, men um Føroyar velja at fara úr ríkisfelagsskapinum, so hevur tað valið eisini nakrar avleiðingar við sær, sigur Frank Jensen. Vit eru sinnað at lata fáa greiði á, hvussu vit gera við teimum føroyingum, sum í løtuni eru búsitandi í Danmark, tí sjálvandi skulu teir hava møguleika at búgva í Danmark við somu rættindum sum danir, sigur hann. Landsstýrið hevur ikki givið upp at fáa semju um ríkiborgararættindini, og landsstýrið heldur, at talan er um politiskan vilja fyri at gera semju um javnbjóðis rættindini hvør hjá øðrum. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Næmingar eru lærarar Teir eldru næmingarnir í Eysturskúlanum í Havn skulu í tríggjar dagar undirvísa í yngru flokkunum Hugagóð eru tey. Teir eldru næmingar, meðan teir ganga millum borðini og leggja teimum smáu lag á. Um tað er 3+3 ella ása sá á, hava tey eldru altíð svar uppá spurningin, sum teir yngru næmingarnir seta teimum. Eldru næmingarnir hava nevniliga fingið møguleikan at undirvísa í nakrar dagar. Orsøkin til hetta er, at fleiri av vanligu lærarunum eru í Íslandi á skeiði. Hetta kundi givið fleiri frítímar, men skúlastjórin heldur tað vera eitt sindur óheppið, at so nógvir næmingar ganga fyri einki. Tí eru teir ístaðin settir sum vikarar fyri lærararnar, sum eru í Íslandi. Talan er um fjúrtan lærarar, sum eru á skeiði í verkætlanararbeiði í Íslandi. Hetta er nýggj kravd uppgáva í ár. Eydis Baldvinsson, sum er skúlastjóri í Eysturskúlanum, sigur, at tey hava so stóra framhaldsdeild á skúlanum, og tí hevði talið av næmingum, sum høvdu havt frí, verið stórt og kanska órógva aðra undirvísing. Hon heldur hetta vera eitt stuttligt tiltak, og kanska er tað við til at sjóða tey eldru og yngru betur saman. Tað er annars ofta soleiðis, at tey yngru næstan ræðast næmingarnar í teimum hægru flokkunum. Næmingarnir fara saman í bólkum, sum telur tríggjar ella fýra næmingar, inn til flokkarnar at undirvísa. Skúlastjórin vísir á, at tey yngru tó ikki eru slept uppá fjall, tí lærararnir hava eftirlit við teimum flokkum, har eingin ordiligur lærari er. Ofta hjálpa næmingarnir lærarunum, sum undirvísa flokkinum. Tað eru bara næmingar úr 10. flokki, sum sleppa at undirvísa, og teir fara at vera í flokkunum frá 1. til 6. Eldru næmingarnir dáma avbera væl at undirvísa, og allir møttu tíðliga týsmorgunin, tá teir skuldu undirvísa, og tað er kanska ikki vanligt. Uppmøtingin verður óivað betri, nú teir sjálvir skulu undirvísa ístaðinfyri at sita á skúlabeinki. Um lærarnir gerast arbeiðsleysir, tá teir leggja leiðina heimaftur úr Íslandi sigur søgan tó einki um. Kanska skuldu tey yngru sjálv gjørt av, hvørt tey vilja hava teir gomlu lærarnar aftur, ella tey vilja halda fram við næmingum sum lærarar. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Gleðir seg at koma til Føroya at arbeiða Nýggi læknastjórin á Landssjúkrahúsinum hevur verið tvær stuttar ferðir í Føroyum í seinastuni og kunna seg við umstøðurnar her Tað verður hendan konan, sum hereftir verður triðja beinið, sum eitt av landins allarstørstu arbeiðsplássum kemur at standa á. Hetta er Anne Grete Mikkelsen, sum nú skal vera læknafakligur stjóri á Landssjúkrahúsinum. Anne Grete Mikkelsen tekur 1. desember við starvinum sum læknafakligur stjóri á Landssjúkrahúsinum og sostatt er ovasta leiðslan á okkara høvuðssjúkrahúsi loksins fullmannað. Anne Grethe Mikkelsen er 58 ára gomul og hon er í løtuni umsitingarligur yvirlækni á sjúkrahúsinum í Faaborg á Fjóni í Danmark.Hon tók læknaprógv í Århus í 1970 og fekk serlæknaviðurkenning í internum medisini í 1981.Hon hevur verið yvirlækni í Faaborg síðani 1991 og verið administrerandi lækni har síðani januar 1993. Umframt læknafakligu útbúgvingina, hevur hon holla útbnúgving í leiðslu og fyrsiting. Setanin verður, sum hjá sjúkrahúsleiðaranum og sjúkrarøktarstjóranum áramálssett í fimm ár. Ikki ókunnug við Føroyar Hóast Anne Grethe Mikkelsen er donsk, er hon ikki heilt ókunnug við føroysk viðurskifti, tí eitt skifti í 1985 var hon eisini yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í fimm mánaðir. Henni dámdi sera væl í Føroyum og tá fekk hon sjálvsagt eisini eitt innlit í føroyska heilsuverkið. Tá ið eg so sá, at lýst var eftir læknastjóra til Landssjúkrahúsið, gjørdi eg av at royna eydnuna, sigur hon. Og tað loysti tað seg at søkja tí sum kunnugt fekk hon starvið. Síðani hon varð sett, hevur hon eisini verið tvær stuttar ferðir í Føroyum, her hon hevur kunnað seg við umstøðurnar á Landssjúkrahúsinum. Nú kemur hon ikki aftur, fyrrenn hon tekur við starvinum. Hon sigur, at hon gleðir seg at koma til Føroyar at arbeiða og hon heldur, at tað ljóðar sum ein spennandi avbjóðing at standa á odda fyri læknafrøðini á okkara høvuðssjúkrahúsi. Men hon fæst ikki at siga nakað um, hvat hon heldur er serliga avbjóðandi. Hon sigur, at hon hevur avtalað við restina av leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, at hon skal onki siga um framtíðina hjá sjúkrahúsinum, ella um sínar metingar av støðuni, fyrrenn hon hevur tikið við starvinum og hevur sett seg betri inn í viðurskiftini. Tað vildi verið skeivt at sagt sína meining um viðurskifti, sum eg veit ov lítið um. Tað vildi altíð kunnað verið vent og snarað og misskilt og tað hevði ikki tænt nøkrum endamáli, sigur Anne Grethe Mikkelsen. Tað hevur annars gingið sera strilti at fáa ovastu leiðsluna á landssjúkrtahúsinum mannaða. Stríð ímillum læknar og sjúkrasystrar førdi í fleiri ár við sær, at málið lá óloyst til miklan ampa fyri allar partar. Stríðið snúði seg um, antin Landssjúkrahúsið skuldi hava eina tvístreingjaða leiðslu við einum røktarfakligum stjóra og einum læknafakligum stjóra á jøvnum føti, ella um talan skuldi vera um eina einstreingjaða leiðslu við einum leiðara við evstu ábyrgdini. Eftir stríð í fleiri ár samdust læknar, sjúkrasystrar og politiski myndugleikin um eina leiðsluskipan við trimum fólkum, einum sjúkrahúsleiðara við evstu ábyrgdini fyri Landssjúkrahúsinum, einum læknafakligum stjóra við læknaligu ábyrgdini og einum røktarfakligum stjóra við ábyrgd fyri røktini. Undir hesi trýstreingjaðu leiðsluni verður landssjúkrahúsið so býtt sundur í tríggjar høvuðsdeildur, eina medisinska deild, eina skurðdeild og eina psykiatriska deild. Á hvørjari deild verður ein leiðandi yvirlækni við evstu ábyrgdini og beint undir honum verður ein yvirsjúkrasystir, sum fær ábyrgdina av røktini. Í ovastu leiðsluni á Landssjúkrahúsinum fara sostatt at sita frá 1. Desember: Jóanis Erik Køtlum, sum er sjúkrahúsleiðari, Marin Vang, sum er røktarfakligur stjóri og Anne Grete Mikkelsen, sum er læknafakligur stjóri. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Flenna eftir yvirmonnunum á føroysku vaktarskipunum Lønin hjá yvirmonnunum hjá vaktar-og bjargingartænastuni er so lág, at norðmenn flenna eftir okkum sigur skiparin á Brimli, sum annars er stak væl nøgdur við nýggja skipið Eg kann ikki hugsa mær, at Brimil er bygdur til at blíva liggjandi í Noregi. Tí vóni eg, at tað finst ein loysn á lønarósemjuni heilt skjótt. Jákup Múller verður annar skiparin á nýggja vaktar- og bjargingarskipinum Brimli, og fáur man vóna meiri enn hann, at Fíggjarmálastýrið og manningarfeløgini finna eina semju í trætuni um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við Brimli. Men sjálvur heldur hann, at tað kunnu ikki vera fleiri meiningar um, at lønin hjá Vaktar- og bjargingartænastuni er alt ov lág. Nú hevur hann verið í Noregi eina tíð og tað slepst ikki undan, at hann hevur tosað við norskar starvsfelagar sínar, eisini um støðuna, sum hevur tikið seg upp ímillum manningarfeløgini og fíggjarmálastýrið. Tá ið eg sigi teimum, hvat vit fáa í løn, hava teir hug at flenna eftir okkum, sigur Jákup Múller bart út. Hann sigur, at byrjunarlønin hjá einum skipara umborð á Tjaldrinum er ikki meiri enn 22.038 krónur um mánaðin og endalønin er 23.408 krónur. Hetta er ikki meiri enn tað, sum starvsfelagir mínir, sum sigla við útlendskum skipum, hava eftir, tá ið skatturin er goldin, tí tað er ikki óvanligt at ein skipari, sum vit kunnu samanbera okkum við, liggur upp ímóti 40.000 krónum um mánaðin. Og hann heldur, at hóast lønarkrøvini tykjast at vera stór í prosentum, so tað tað metast eftir, hvørjum prosentini verða roknað útfrá. Eg haldi ikki, at lønarkrøvini eru burturvið, sigur hann. Hann heldur eisini, at tað er ein spurningur um at finna eitt lønarlag, sum ger, at menn støðast umborð. Hetta er eitt ógvuliga framkomið skip og tað er ein stórur fyrimunur at hava roynt fólk umborð, tá ið á stendur. Men tað fáa vit ikki sum er.Tvørturímóti er gjøgnumtrekkurin sera stórur, og nú er Vaktar- og Bjargingartænastan blivin eitt stað, har ungir, dugnaligir sjómenn bara fara umborð at sigla, ímeðan teir bíða eftir einum ordiligum kansi, tí eftir sjómansskúlan hava teir ikki ráð at sigla fyri lønina, teir fáa her umborð. Hann sigur, at ósemjan um lønina hjá teimum, sum sigla við Brimli, er ikki nýggj. Seinast, vit samráddust um sáttmála, varð tað eisini ført fram, at semjast skuldi fáast um lønina á Brimli. Men tá vildi landsstýrið ikki taka málið upp, men vildi bíða, til Brimil kom. Nú er Brimil her, men nú vil landsstýrið aftur bíða til næstu samráðingar, sigur Jákup Múller. Dagfinn Olsen - dagfinn@sosialurin.fo Ivi sáddur um rættindi føroyinga Í morgin verður fundur í Keypmannahavn millum landsstýrið og donsku stjórnina. Landsstýrið ætlar fyrst og fremst at gera status og kanna, hvussu komast kann víðari í samráðingunum um ríkisrættarligu støðu Føroya. Ikki sørt, at støðan tykist ørkymlandi, tí í brævi boðar Nyrup frá, at samráðingarnar "ikke kann kann tages som udtryk for, at Danmark anerkender Færøerne som et selvstændigt folkeretssubjekt". Fyrrapartin í gjár beyð landsstýrið til tíðindafundar, eftir at fundurin við Frank Jensen er farin framvið og í samband við, at fundur verður millum landsstýrið og donsku stjórnina í morgin í Keypmannahavn. Eftir fund við Uttanlandsnevndina, vóru tíðindafólk boðin til fundar í Tinganesi. Løgmaður Anfinn Kallsberg gjørdi greitt, at dagskráin fyri fundin í Keypmannahavn er at gera status og taka upp yvirordnaðu prinsippini viðvíkjandi suvereniteti. Løgmaður greiddi frá, at roynt verður á fundinum í Keypmannahavn at koma til eina niðurstøðu. Føroysku samráðingarfólkini hava biðið um, at ein felagsorðing verður gjørd eftir fundin, men hetta verður ikki gingið á møti. Danska stjórnin metir, at enn er ov tíðliga. Ivi sáddur Helena Dam á Neystabø, Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal greiddu frá á tíðindafundinum. Fremsta á skránni er at fáa gjørt status og fáa greiðu á, hvussu farast kann fram víðari. Tíðindafólk løgdu til merkis, tá brævaskiftið millum løgmann og danska forsætisráðharran varð býtt út, at Poul Nyrup kemur við merkisverdari orðing. Hann sigur m.a. í brævi til løgmann fyrradagin 23/10-2000, "at der nu iværksættes egentlige forhandlinger.....ikke kan tages som udtryk for, at Danmark nu anerkender Færøerne som selvstændigt folkeretssubjekt". Greitt er, at ivi er sáddur um, hvørt føroyingar eiga nakran rætt ella avgerðarrætt viðvíkjandi fullveldi ella suvereniteti. Landsstýrisfólkini løgdu dent á, at tað er av stórum týdningi, at hesin setningur hjá Nyrup ikki sleppur at hanga í luftini. Hann má manast í jørðina, segði Helena Dam á Neystabø. Frumrættur Løgmaður og varaløgmaður løgdu dent á, at neyðugt er at gera greitt, at júst hetta er ikki eitt samráðingarevni. Landstýrisfólkini gjørdu greitt, at rætturin hjá føroyingum at taka støðu til Føroya framtíð er ein frumrættur, ið føroyingar eiga. Henda rætt mugu vit ikki lata. Ikki nú ella um hundrað ár, segði Helena Dam á Neystabø. Høgni Hoydal helt vera sera álvarsamt, at ivi soleiðis er sáddur um rættindi føroyinga viðvíkjandi suvereniteti ella hvørt vit eru sjálvstøðug tjóð. Vit mugu gera greitt, at tað er ikki samráðingarevni, hvørt vit hava rættin. Vit skulu samráðast um treytirnar og mannagongdina, segði Høgni Hoydal. Høgni Hoydal helt, at eftir fundin við Frank Jensen er greitt, at ongar tekniskar forðingar eru. Stundin er komin til eina niðurstøðu, tí eftir fleiri samráðingarumfør er einki ítøkiligt komið á papírið. Eingin meining er longur í at skriva long notat og brøv, segði Høgni Hoydal. Anfinn Kallsberg metti neyðugt vera at koma burturúr donskum statsrætti og yvir í fólkarætt. Nýggj støða Uppá fyrispurning um, hvørt samráðingarnar nú aftur eru har, ið byrjað varð, segði løgmaður, at tað kann møguliga sigast so, men júst tí er neyðugt at gera status og koma til niðurstøður. Samstundis sæst, hvørt partarnir kunnu semjast um nakað. Á tíðindafundinum í gjár slapst ikki undan, at reglurnar hjá Nyrup til løgmann fyrradagin spøktu aftur og aftur. Løgmaður gjørdi greitt, at landsstýrið vil hava forsætisráðharran at føra fram, at hann er samdur í, at rættur og støðutakan viðvíkjandi Føroya framtíð liggur í Føroyum. Ger hann ikki tað, so eru vit í eini heilt nýggjari støðu, men eg trúgvi ikki, at tann støðan kann taka seg upp, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður. Landsstýrisfólkini vóru samd um, at suvereniteur er ein sjálvfylgja. Bert skal samráðast og leggjast tilrættis hvussu. Talan er um frumrætt, ið ikki er samráðingarevni. Sostatt er greitt, at landsstýrið fer til Keypmannahavnar at gera staus og gera niðurstøðu. Samstundis skal sláast fast, at rætturin til at taka avgerðir um framtíð Føroya liggur í Føroyum og at hetta ikki er samráðingarevni í sjálvum sær. Nær føroyingar kunnu vænta at sleppa til fólkaatkvøðu um framtíðatstøðu Føroya, vildi løgmaður ikki siga nakað um á tíðindafundinum, tí tað helt hann vera ov tíðliga. Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Nú hava vit fingið heilt aðrar møguleikar Nýggja vaktar- og bjargingarskipið Brimil, kann slett ikki samanberast við Tjaldrið, tí tað gevur okkum heilt aðrar møguleikar Hetta er eitt skip, sum ikki á nakran hátt kann samanberast við Tjaldrið Jákup Múller, skipari á Brimli er sera væl nøgdur við nýggja vaktarskipið, sum vit nú hava bygt í Noregi. Hetta er eitt skip, sum gevur okkum heilt aðrar møguleikar fyri leiting og bjarging enn Tjaldrið hevur givið okkum. Sjálvur heldur hann, at Brimil fer at økja um trygdina á sjónum. Eitt nú kann hann leggjast púra stillur og blíva liggjandi har, mestsum av sær sjálvum- tað er alt automatiskt. Hann hevur eisini infrareyðar leitarar, sum ger, at tað ber til at finna fólk, sum flóta í sjónum í bølamyrkri, ella eru dottin oman, bara tey eru á lívi og geva varma frá sær. Hann kann eisini gera tað lættari at finna ein bát hóast hann hevur mist streymin og øll ljós eru slóknað, bara motorurin gevur eitt sindur av hita frá sær. Hann sigur, at teir royndu hendan infrareyða leitaran ein royndartúr. Teir settu hann ímóti einum farmaskipi og teir sóu motorrúmið týðiligt, skorsteinin og somuleiðis lampurnar umborð. Hjá manninini á Brimli eru sera góðar umstøður, eitt nú hevur hvør maður egið baðiverilsi og wc, uppihaldsrúmini eru sera noslig. Samstundis hava skúlanæmingarnir fingið avbera góðar umstøður. Tað høvdu teir ikki umborð á Tjaldrinum, tí har var sera trongt og tað kundi føra til gnagingar viðhvørt. Einasti vandi hann sær, er at nú verður tað so hugnaligt hjá hvørjum manni at vera inni hjá sær sjálvum, at tann sosiala samveran, sum hevur verið umborð á Tjaldrinum kann fánað eitt sindur. Men hann vísur eisini á, at tað fer at krevja vælvanda manning at fáa fulla nyttu burturúr skipinum,so tað fer at krevjast góð venjing. Rætt at byggja Tá ið tað varð avgjørt at byggja Brimil, vóru tey mong sum hildu, at tað var rættari at keypa ella leiga Beskytteren, tí tað var ein nógv bíligari loysn. Men hesum er J`akup Múller ósamdur í. Beskytteren var góður til fiskiveiðieftirlit. Men hann er óbrúkiligur til nógvar av teimum uppgávum, sum vit hava, ikki minst til leiting og bjarging. Hann hevði t.d. eina bógskrúvu, men hon var so veik, at hon tørnaði ikki skipið frá bryggju í meiri vindi enn 10 metrum um sekundi. Einaferð, vit royndu skipið í Vágum, var tað akkurát so, at hann kom runt í sjey metrum um sekundið. Beskytteren var eisini so illa útgjørdur, at tað skuldu minst trý fólk til at leggja hann at bryggju. Vanliga brúktu tey sjey fólk at leggja Beskytteren at. Jákup Múller sigur eisini, at Beskytteren var sera dýrur í rakstri. Tí haldi eg samanumtikið, at tað var rætt at byggja eitt nýtt skip, tí Beskytteren var ógvuliga illa útgjørdur til okkara brúk. Hann er eisini ov stórur til at arbeiða undir landi. Dagfinn Olsen - dagfinn@sosialurin.fo Ivi sáddur um rættindi føroyinga Í morgin verður fundur í Keypmannahavn millum landsstýrið og donsku stjórnina. Landsstýrið ætlar fyrst og fremst at gera status og kanna, hvussu komast kann víðari í samráðingunum um ríkisrættarligu støðu Føroya. Ikki sørt, at støðan tykist ørkymlandi, tí í brævi boðar Nyrup frá, at samráðingarnar "ikke kann kann tages som udtryk for, at Danmark anerkender Færøerne som et selvstændigt folkeretssubjekt". Fyrrapartin í gjár beyð landsstýrið til tíðindafundar, eftir at fundurin við Frank Jensen er farin framvið og í samband við, at fundur verður millum landsstýrið og donsku stjórnina í morgin í Keypmannahavn. Eftir fund við Uttanlandsnevndina, vóru tíðindafólk boðin til fundar í Tinganesi. Løgmaður Anfinn Kallsberg gjørdi greitt, at dagskráin fyri fundin í Keypmannahavn er at gera status og taka upp yvirordnaðu prinsippini viðvíkjandi suvereniteti. Løgmaður greiddi frá, at roynt verður á fundinum í Keypmannahavn at koma til eina niðurstøðu. Føroysku samráðingarfólkini hava biðið um, at ein felagsorðing verður gjørd eftir fundin, men hetta verður ikki gingið á møti. Danska stjórnin metir, at enn er ov tíðliga. Ivi sáddur Helena Dam á Neystabø, Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal greiddu frá á tíðindafundinum. Fremsta á skránni er at fáa gjørt status og fáa greiðu á, hvussu farast kann fram víðari. Tíðindafólk løgdu til merkis, tá brævaskiftið millum løgmann og danska forsætisráðharran varð býtt út, at Poul Nyrup kemur við merkisverdari orðing. Hann sigur m.a. í brævi til løgmann fyrradagin 23/10-2000, "at der nu iværksættes egentlige forhandlinger.....ikke kan tages som udtryk for, at Danmark nu anerkender Færøerne som selvstændigt folkeretssubjekt". Greitt er, at ivi er sáddur um, hvørt føroyingar eiga nakran rætt ella avgerðarrætt viðvíkjandi fullveldi ella suvereniteti. Landsstýrisfólkini løgdu dent á, at tað er av stórum týdningi, at hesin setningur hjá Nyrup ikki sleppur at hanga í luftini. Hann má manast í jørðina, segði Helena Dam á Neystabø. Frumrættur Løgmaður og varaløgmaður løgdu dent á, at neyðugt er at gera greitt, at júst hetta er ikki eitt samráðingarevni. Landstýrisfólkini gjørdu greitt, at rætturin hjá føroyingum at taka støðu til Føroya framtíð er ein frumrættur, ið føroyingar eiga. Henda rætt mugu vit ikki lata. Ikki nú ella um hundrað ár, segði Helena Dam á Neystabø. Høgni Hoydal helt vera sera álvarsamt, at ivi soleiðis er sáddur um rættindi føroyinga viðvíkjandi suvereniteti ella hvørt vit eru sjálvstøðug tjóð. Vit mugu gera greitt, at tað er ikki samráðingarevni, hvørt vit hava rættin. Vit skulu samráðast um treytirnar og mannagongdina, segði Høgni Hoydal. Høgni Hoydal helt, at eftir fundin við Frank Jensen er greitt, at ongar tekniskar forðingar eru. Stundin er komin til eina niðurstøðu, tí eftir fleiri samráðingarumfør er einki ítøkiligt komið á papírið. Eingin meining er longur í at skriva long notat og brøv, segði Høgni Hoydal. Anfinn Kallsberg metti neyðugt vera at koma burturúr donskum statsrætti og yvir í fólkarætt. Nýggj støða Uppá fyrispurning um, hvørt samráðingarnar nú aftur eru har, ið byrjað varð, segði løgmaður, at tað kann møguliga sigast so, men júst tí er neyðugt at gera status og koma til niðurstøður. Samstundis sæst, hvørt partarnir kunnu semjast um nakað. Á tíðindafundinum í gjár slapst ikki undan, at reglurnar hjá Nyrup til løgmann fyrradagin spøktu aftur og aftur. Løgmaður gjørdi greitt, at landsstýrið vil hava forsætisráðharran at føra fram, at hann er samdur í, at rættur og støðutakan viðvíkjandi Føroya framtíð liggur í Føroyum. Ger hann ikki tað, so eru vit í eini heilt nýggjari støðu, men eg trúgvi ikki, at tann støðan kann taka seg upp, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður. Landsstýrisfólkini vóru samd um, at suvereniteur er ein sjálvfylgja. Bert skal samráðast og leggjast tilrættis hvussu. Talan er um frumrætt, ið ikki er samráðingarevni. Sostatt er greitt, at landsstýrið fer til Keypmannahavnar at gera staus og gera niðurstøðu. Samstundis skal sláast fast, at rætturin til at taka avgerðir um framtíð Føroya liggur í Føroyum og at hetta ikki er samráðingarevni í sjálvum sær. Nær føroyingar kunnu vænta at sleppa til fólkaatkvøðu um framtíðatstøðu Føroya, vildi løgmaður ikki siga nakað um á tíðindafundinum, tí tað helt hann vera ov tíðliga. Pippi fyllir Sjónleikarhúsið Familjuleikurin >>Pippi Langsokkur<< er nú farin um sínar fyrstu sýningar - fyri fullum húsum!!! Tað fegnast vit um, tí ilt er at fáa fólk at fara til sjónleik. Men vit kunnu sláa fast við sjeytummaseymi beinanvegin at hesin leikur má síggjast og ikki minst hoyrast, tí tónleikurin saman við dansinum hjá Pippi og manningini runga í øllum húsinum og vit, sum vóru so heppin at síggja fyrstusýningina, geva henni eitt sólarklárt 13-tal! Onki minni! Fyri at tað skal verða eitt sindur forkunnugt at eiga eina Pippi-plakat, hava vit einans latið prenta 500 eintøk. Vit hava valt at selja skránna hesu ferð, tí við henni fylgir ein tekning av Pippi, hestinum og apuni sum børnini kunnu lita og senda aftur til okkara. So verða tey við í lutakastinum um 20 Pippi-bøkur, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út fyrsta dagin. Fyri at øll kunnu síggja allar tekningarnar fara vit at hava eina jólaframsýning á tann hátt at øll vindeyguni í Sjónleikarhúsinum verða á tremur við tekningum. Einasta treyt fyri at verða við í kappingini er at keypa eina skrá, litað tekningina og senda hana aftur til okkara áðrenn 15. des. 2000. Fyri at ganga børnum og songartíð teirra á møti, spæla vit yrkadagar kl. 18. Í vikuskiftunum spæla vit kl. 16 og er tað einamest fyri at bygdafólk eisini hava møguleika at koma í Sjónleikarhúsið at uppliva Pippi í fullari ferð og sleppa heimaftur sama dag. Annars kunnu vit siga frá, at fleiri sýningar longu eru útseldar og at seld eru atgongumerki til næstan allar sýningarnar, serliga í vikuskiftunum. Føroyingar við klæðum í Rumenia Higartil í ár hava vit verið tvær ferðir í Rumenia við klæðum, súkklum, steintoyi og øðrum. Hjartaliga takk fyri øll tit, sum hava givið og tit, sum hava skilt og pakka. Tað er eitt stórt arbeiði, sum tit skulu hva stóra takk fyri. Nú verða triðja ferðin, møguliga fjórða ferðin við fyrireikað, tað velst um pengarnir røkka til, tí slíkar ferðir kosta nakað. Triðja ferðin verður nú. Vit fara hósdagin 2. nov. við tveimum bussum. Vit hava nóg mikið av klæðum og øðrum at hava við, ja, vit hava fingið upp í elfiri bussar. Veturin stendur fyri durum, og tá verður kalt hjá familjunum, sum ikki eiga fyri brenni. Har kann verða kalt um veturin, ja, tað kann frysta niður í 35 kuldastig. Tí hava vit serliga hugsað um børnini hesaferð, at hava heit og fjálg klæðir og skógvar við til teirra. >>Tit kunnu ikki hjálpa øllum í Rumenia<<, segði ein við meg, tá ið eg var í Rumenia fyrstu ferð. Satt er tað, men vit kunnu hjálpa nøkrum. Eitt jødiskt orðatak sigur, at tann, ið bjargar einum menniskja, hevur bjargað øllum heiminum. So vit vilja halda á við at hjálpa eftir førimuni. Nakað av peningi hava vit havt við okkum. Ikki geva vit hann burtur, men keypa til teirra, sum treingja; tað er bíligt at keypa har niðri. So onkrum keypa vit mat og øðrum brenni. Hetta kemur sera væl við hjá teimum, sum lítið eiga. Eisini tey ungu, sum ganga á universitetinum biðja um hjálp. Tað kostar teimum 2.500 kr. at ganga har í tvey ár. Um tú vilt stuðla hesum arbeiði við nøkrum krónum, ert tú vælkomin at seta peningin á konto nr. 1017602 við Abralon Matras og Kalla Váðklett í Norðoya Sparikassa. Vit takka hjartaliga fyri ta hjálp vit fáa. Vit arbeiða saman við samkomuni Imanuel í Tórshavn. Eisini vil eg her nýta høvi at takka >>Smyril Line<< fyri beinasemi í sambandi við flutning millum Føroyar og Danmark. Vinarliga f. Rumeniahjálpina Absalon Matras Heystmótasýning í Havnar Klubba Mikukvøldið 25. okt. kl. 19.30 og hóskvøldið 26. okt., eisini kl. 19.30, skipa handlar í miðbýnum fyri mótasýning og hugnakvøldi í Klubbanum. Handlar í miðbýnum skipa fyri tveimum stórum mótasýningum í Klubbanum. Á sýningunum verður tað nýggjasta innan móta sýnt fram. Sýningarnar verða fjølbroyttar, alt frá innast til uttast, klæðir til børn, ung og vaksin. Tað seinasta innan hármóta verður sjálvsagt eisini at síggja. Somueiðis luttaka blómu- og gávuhandlar, so okkurt gott hugskot fæst uttan iva til veturin og jólini - ella er tað ov tíðliga at hugsa um jólaborðhaldini? Luttakandi handlar: Niels Arge, Benetton, Th. Dam Ítróttur, Fandango, Fljóðið, Handilskjarnin Damur og Harrar, Hjá Kissa, Hon & Hann, Kallkyn, Línbúðin, Madame L, Millennium, Mótaskálin, Seytjan, Sirri, Skálabúðin, Skótabúðin, Vilma, Vogue, Fótbúni, Mina Wilhelm, Akkuleya, Frú S, Trónd Hansen, Kvilt Hárfríðkan og Salong Tóta. Harafturat hava hesi eisini stuðlað tiltakinum: Atlantsflog, Maersk Air, Føroya Banki, Føroya Sparikassi, Suðuroyar Sparikassi og Telebúðin. Í steðginum er møguleiki at keypa lutaseðlar. Hvør handil letur eina gávu ella gávukort, sum verður lutað burtur undir sjálvari sýningini. Ein apex ferðaseðil við Atlantsflog verður eisini at vinna. Atgongumerki kosta 50 kr. og fáast í flestu av luttakandi handlunum og á Kunningarstovuni. Við í prísinum er kaffi og okkurt afturvið. Leygardagin 28. okt. hava handlarnir opið til kl. 17.00. Malan stórverk um føroyskar skaldsøgur Føroya Fróðskaparfelag gevur sum nr. 27 í røðini Supplementa út bókina: Malan Marnersdóttir >>Hvør av øðrum. Samanseting, frásøgn og millumtekstleiki í føroyskari skaldsøgu eftir 1970<<. Hvør av øðrum viðger átta skaldsøgur: Frænir eitur ormurin, Tårnet ved verdens ende, Á ferð inn í eina óendaliga søgu, Lívsins summar, Á Suðurlandið, ...hvørt við sínar náðir, Undir suðurstjørnum og Rúm. Serligt ljós er sett á frásagnarviðurskiftini í skaldsøgunum og millumtekstleikan. Endamálið er at vísa, hvussu modernað skaldsøga verður søgd og hvussu skaldslig verk taka við orðum og myndum í undangonguverkum, skapa og umskapa tey á sín egna hátt. Gongdin í føroyskari skaldsøguskriving er lýst í søguligum baksýni, eins og tað sum er skrivað um skaldsøgurnar er viðgjørt. Ritgerðin byggir á bókmentafrøðiligar rannsóknir hjá Gérard Genette og Dorrit Cohn: Serliga Julia Kristeva, Genette og Harold Bloom geva íblástur til viðgerðina av millumtekstleika (intertekstualiteti), og viðgerðina av tekstslagnum sjálvum hava Georg Lukásc, Milan Kundera, Frye lagt grund undir. Bókin er ein dr.phil.-ritgerð, sum verður vard á Aarhus Universitet, auditorium 1, Tåsingegade 3, tann 1. desember, kl. 13.00. Astri Luihn hevur gjørt permumyndina. Bókin er 407 bls. Hestprent hevur prentað. Útsøluprísurin er kr. 285. Olsen Føroyingar eiga avgerðina Tað eru føroyingar einsamallir, sum gera av, um teir ynska einar sjálvstøðugar Føroyar ella ikki. Hendan rættin hava vit onga ætlan um at pilka við frá danskari síðu, sigur danski forsætisráðarrin í sambandi við kjakið um sjálvsavgerðarrætt føroyinga John Johannesen og Magnus Dam Keypmannahavn Orðadrátturin millum danska forsætisráðharran og landsstýrið seinastu dagarnar fer uttan iva at seta sín dám á samráðingarfundin, sum verður settur í forsætisráðnum klokkan 14 seinnapartin. Orð sum sjálvsagerðarrættur, tjóð, "sjálvstøðugt fólkarættarligt subjekt" og onnur orð, sum hoyra heima í lógbókunum fara at verða vend og snarað, til partarnir einaferð eru lidnir við samráðingarfundin og eftir ætlan fara á felags tíðindafund. Landsstýrið hevur áðrenn samráðingarnar sagt, at Poul Nyrup Rasmussen má svara greitt uppá, um hann virðir rættin hjá føroyingar at avgera sína egna lagnu. Poul Nyrup Rasmussen hevur alla tíðina sagt, at tað verða føroyingar sjálvir, sum á einari fólkaatkvøðu gera av, um vit skulu hava fullveldi ella ikki. Og tá ið Sosialurin spurdi hann nærri um hesi viðurskifti í gjár, var hann eins avgjørdur og hann altíð hevur verið. Einki er broytt frá mínari síðu. Sjálvsavgerðarrætturin liggur hjá føroyingum, staðfesti hann. Hann heldur kortini, at tað er stórur munur á tí, sum verður rópt eitt "sjálvstøðugt fólkarættarligt subjekt" og so tað, at eitt fólk hevur sjálvsavgerðarætt. Fólkarættarliga er tað soleiðis, at Føroyar eru eitt "sjálvstøðugt fólkarættarligt subjekt" í tí løtu, at Føroyar eru ein suverenur statur. Vit hava alla tíðina sagt, at fullveldissamráðingarnar ikki í sjálvum sær merkja, at vit viðurkenna Føroyar sum ein suverenan stat. Hetta er rættiliga grundleggjandi. Men tað broytir kortini ikki tað sannroynd, at tað er føroyska fólkið sjálvt, sum avgerð, um tað vil hava Føroyar at verða ein suverenan stat. Stórur munur er á hesum báðum hugtøkunum, og eg haldi, at tað er skeivt at tvinna tey saman, sigur Poul Nyrup Rasmussen. Fleiri samgongupolitikkarar hava ákært donsku stjórnina fyri at vilja draga samráðingarnar út. Men hetta hevur Poul Nyrup Rasmussen ongar ætlanir um. Eg fái nógvar ákoyringar á vegnum. Men eg kann lova tykkum, at eg, eins og løgmaður, ynski at gera so stór framstig sum gjørligt. Men eg síggi tað sum mína uppgávu at syrgja fyri, at øll viðurskifti verða gjølla viðgjørd, so bæði føroyingar og danir vita nágreiniliga, hvørjar skyldur og rættindi hvør teirra hevur, tá ið samráðingarnar eru lidnar. Vit eru komin nakað ávegis, men enn er langt eftir á mál. Nógv stór umráði eru eftir at frá greiðu á, og eg havi einki ímóti, at vit á fundinum í morgin gera støðuna upp, so vit síggja hvat nú restar í. Poul Nyrup Rasmussen roknar tískil við, at tað mugu vera fleiri fundir afturat millum landsstýrið og stjórnina, áðrenn málið er rokkið. Og harafturat heldur forsætisráharrin, at tað skulu vera fleiri fundir afturat millum teir einstøku ráðharrarnar eins og fundurin mánadagin millum Frank Jensen og Høgna Hoydal. Heldur tøvandi legði forsætisráðharrin afturat, at hann samstundis heldur, at landsstýrið eigur at umhugsa, um partarnir skulu halda fram eftir sama leisti ella um samráðingargrundarlagið skal broytast. Fyrr ella seinni mugu vit gera búgvið upp og velja, hvat vit skulu gera. Skulu vit halda fram ella skulu vit royna okkurt annað, sigur forsætisráðharrin. Um hann heldur, at tann tíðin er komin nú ella ikki, vil forsætisráðharrin ikki svara uppá. Eg vil ikki kroysta mótpartin til at taka eina avgerð, sum hann ikki er til reiðar at taka. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Rógvi skal spæla við HB Enn er eingin sáttmáli undirskrivaður, tí Rógvi er bundin at KÍ, men ta avtaluna kenna teir einki til í FSF HB hevði ársveitslu leygarkvøldið. Har varð Rúni Nolsøe kosin ársins spælari í felagnum. Næstur honum var Hans á Lag og á triðja plássinum kom Jón Rói Jacobsen. Allir hesir fara komandi ár aftur at spæla við HB, og tað fara teir flestu, sum vóru við til at manna silvurliðið í ár. Undantøkini eru teir báðir rumenararnir, sum ikki koma aftur til HB, og so Símun Eliasen, sum er farin aftur til Danmarkar í útbúgvingarørindum. Jóhannes Joensen og HB hava ikki enn skrivað undir nakra avtalu, men tað vil ikki siga tað sama sum, at tað ikki er møguleiki fyri, at Jóhannes fer at halda fram í HB. Á fundinum varð boðað frá, at Rógvi Jacobsen, sum higartil hevur spælt við KÍ, komandi ár fer at spæla við HB. Jógvan Páll Lassen, sum plagar at hava við sáttmálarnar hjá HB at gera, sigur, at Rógvi fer til Havnar at læra, og at hann hevur sagt teimum í HB, at hann ætlar sær at koma í felagið. Jógvan Páll sigur eisini, at seinni fer sáttmáli at verða gjørdur millum Rógva Jacobsen og HB, men at hetta ikki kemur upp á tal, fyrrenn Rógvi er leysur av avtaluni, sum hann hevur við KÍ. Í Fótbóltssambandinum sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari, at eingin sáttmáli millum KÍ og nakran spælara er góðkendur í sáttmálanevndini hjá FSF. Tað vil siga, at um HB hevði gjørt sáttmála við Rógva Jacobsen nú, so hevði hetta ikki verið brot á reglugerðina fyri leikarasáttmálar. Men sambært Jógvan Páll Lassen hava teir í HB valt at bíða við at gera sáttmála við Rógva inntil skeiðið, sum avtalan millum Rógva Jacobsen og KÍ fevnir um, er liðugt. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Kurt hevur sett met Hans Fróði Hansen verður ikki við, tá Sogndal seinnapartin í dag fer at spæla um eitt pláss í bestu deildini Norska 1. deild Tíðin hjá Hans Fróða Hansen á besta liðnum i Sogndal er av. Liðbandsskaðin í fótliðnum hevur havt við sær, at miðverjin ikki hevur vant saman við hinum tær síðstu vikurnar, og í fyrradagin varð tað avgjørt, at Hans Fróði skal vera sjúkrameldaður í eina viku afturat. Hetta ber við sær, at hann ikki verður á liðnum, tá Sogndal í dag fær vitjan av Vålerengen, og at hann heldur ikki verður við, tá seinni dysturin verður spældur í oslo mikudagin í komandi viku. Hans Fróði flytir til Føroya í vikuskiftinum. Tað vil siga, at hann saman við øðrum fótbóltsáhugaðum føroyingum fer at fylgja gongdini í Oslo úr Føroyum. Kurt søguligur Julian Johnsson var leikbannaður sunnudagin, tá Sogndal í síðsta landskappingardystinum vann 2-1 á Kjelsås. Julian er tøkur seinnapartin í dag, og tað fegnast teir í Sogndal um. Kurt Mørkøre skoraði seinna málið sunnudagin. Harvið rakk hann 20 málum í alt í teimum 26 landskappingardystunum (Kurt spældi ikki allar ferðirnar), og tað er met í Sogndal, meðan liðið hevur verið umboðað í bestu og næstbestu deildini. Frammanundan var metið 19 mál. Metið átti eingin annar enn Tor Andre Flo, sum í fleiri ár hevur verið og framvegis er í álopinum hjá Chelsea, har hann hevur skorað eina rúgvu av málum. Í Sogndal fegnast teir um, at tað í fjør eydnaðist teimum í felagnum at fáa Kurt Mørkøre at skifta bakingina í Klaksvík um við fótbóltin í Sogndal. Og tað er ikki at undrast yvir, tá hugsað verður um úrtøkuna hjá Kurt Mørkøre og harvið eisini Sogndal. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Sogndal er í øðini Norska fótbóltssambandið hevur gjørt av, at seinni uppflytingardysturin skal spælast, meðan tríggir av spælarunum hjá føroyska felagnum í Noregi eru burturi í landsliðsørindum Norska 1. deild Teir vóru ikki heilt blíðir í Sogndal í fyrradagin. Orsøkin var, at teir høvdu fingið at vita frá norska fótbóltssambandinum, at seinni uppflytingardysturin ímóti Vålerengen skal spælast mikudagin í komandi viku. Upprunaliga var ætlanin, at dysturin skuldi spælast komandi leygardag. Men tá verður heimavøllurin hjá Vålerengen upptikin. Teir spæla heimadystirnar á tjóðarvøllinum, sum er Ullevaal í Oslo. Har verður steypafinalan hjá kvinnum leygardagin, og so er dysturin millum Vålerengen og Sogndal útsettur til mikudagin. Tað halda teir í Sogndal lítið um. Orsøkin er, at tríggir av spælarunum hjá Sogndal vera burturi í komandi viku. Talan er um tríggjar ungar spælarar, sum skulu við norska U-18 landsliðnum, sum í komandi viku skal luttaka í EM undankapping á Azorunum. Vit gera eitt gott ungdómsarbeiði. Tað ger, at spælarar eru nóg góðir til at spæla á landsliðnum. Lønin er, at fótbóltssambandið leggur soleiðis til rættis, at teir sekta okkum, so vit ikki hava allar spælararnar tøkar, tá vit skulu spæla avgerandi dystin í Oslo. Tað halda vit lítið um, siga teir í Sogndal. Teir í fótbóltssambandinum vísa á, at tað er bara ein av teimum trimum spælarunum, sum plagar at vera á besta liðnum hjá Sogndal, men tað vil felagið ikki ganga við til. Teir vísa á, at í dystinum ímóti Kjelsås sunnudagin vóru allir tríggir á vøllinum. Kristian Ystaas og Veger Skjeldested vóru við frá fyrsta bríksli, og Kurt Heggestad kom inn, tá ein hálvur tími var eftir. Gera nógv burturúr Í Sogndal eru teir uppsettir. Teir ætla at leggja nógv fyri í dag. Um tað eydnast at vinna sannførandi sigur, so verður smeiturin av, at ungu menninir verða burturstaddir, ikki so stórur mikudagin í komandi viku. Dysturin verður spældur seinnapartin klokkan 13 føroyska tíð. Á fleiri arbeiðsplássum í Sogndal og í økinum har rundanum fara tey í dag bara at arbeiða fyrrapartin, og skúlarnar verða stongdir á middegi. Alt snýr seg um fótbóltsdystin, sum er á skránni klokkan 14 norska tíð. Tað verður roknað við, at áskoðaratalið í Sogndal í dag verður størri, enn tað nakrantíð hevur verið fyrr í ár. Kurt skoraði Kurt Mørkøre var einasti føroysku spælarin á Sogndal liðnum sunnudagin, tá Kjelsås vitjaði. Julian Johnsson var leikbannaður, og Hans Fróði Hansen var skaddur. Sogndal var í 4-5-1 útgangsstøðu. Eingin ivi var um, hvat liðið var meiri sannførandi. Hóast nógv gekk fyri seg á miðvøllinum, so var heimaliðið greitt omaná. Alexander Ødegaard setti hol á, tá fyrra umfarið var hálvrunnið. Hann skoraði eftir nakrar ferðir aftur og fram í bortsteiginum. Kurt Mørkøre var fremsti álopsspælarin hjá Sogndal, og hesa ferð eydnaðist tað honum at skora. Málið til 2-0 kom, tá sjey minuttir vóru eftir av fyrra umfarinum. Eftir uppspæl í vinstru og innlegg smekkaði Kurt Mørkøre úr fýra metrum upp í nettakið. Í 2. hálvleiki var hýrurin á og kring vøllin góður í góða heystarveðrinum. Gestirnir pyntaðu um, tá tað bara var ein lítil løta eftir, men tað tóktist ikki at taka nakað burtur frá. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Karmarnir hava altjóða støði Bæði í Brøndby, har heimaliðið legði seg á odda í superliguni, og í Silkelborg, vórðu áskoðarapláss á altjóða støði tikin í nýtslu sunnudagin Hjá fótbóltsfeløgunum ræður tað um at vinna nógvar pengar. Um tað eydnast, so eru fyritreytirnar betur at fáa fatur á bestu spælarnum. Eydnast tað verður møguleikin størri at vinna fleiri dystir, og so rullar myllan rætta vegin. Um tað skal eydnast at fáa fatur á áskoðarunum og vinnulívinum, so skulu umstøðurnar vera góðar. Tað hava fleiri fingið eyga á í Føroyum og nógva aðra staðni eisini. Sunnudagin vóru teir bæði í Brøndby og í Silkeborg glaðir og væl nøgdir, tá teir tóku nýggj áskoðarapláss í nýtslu. Aljóðta støði Í Brøndby vóru ikki færri enn 28.416 áskoðarar og hugdu at, tá felagið, sum fram um øll onnur í Danmark tey seinastu tjúgu árini hevur givið fóltbóltinum og kring umstøðunum nýmótans snið, tók nýggju karmarnar á stadion í nýtslu. Karmarnir eru so mikið góðir, at nú verður tað eingin trupulleiki hjá Brøndby at spæla stórar Europa Cup dystir á heimavøllinum og ikki í Parkini. Og tað verður heldur eingin trupulleiki hjá danska landsliðnum at spæla í Brøndby, um tað av onkrari orsøk ikki fer at bera til at spæla í Parkini. Dysturin sunnudagin var ímóti AB, og hann var sera undirhaldandi. Brøndby vann 4-2, eftir at teir høvdu verið á odda 2-0, og eftir at AB í fyrsta minuttinum eftir steðgin hevði javnað til 2-2. At Martin Johansen hjá AB, sum nú er í nánd av niðurflytingarstrikuni, varð rikin av vøllinum tíðliga í 2. hálvleiki, gjørdi ikki uppgávuna hjá AB lættari. Í Silkeborg tóku teir eisini nógv nýggj áskoðarapláss í nýtslu, men har var ikki so nógv at rópa hurrá fyri hjá heimaliðnum. Fyri Silkeborg og teirra viðhaldsfólk var tað stórt vónbrot, at tað ikki fekst meiri burturúr enn málleysur javnleikur, tá botnliðið úr Haderslev vitjaði. Frammanundan dystinum høvdu gestirnir bara skavað tvey stig saman. Brøndby sigurin á AB hevði við sær, at Brøndby legði seg á odda í superliguni. Har vóru teir í hvussu so er inntil í gjárkvøldið, tá FCK og FCM spældu í Jyllandi. Um tað eydnaðist FCM at vinna, so vóru teir aftur oddalið. Um tað eydnaðist FCK at vinna, so løgdu teir seg upp á síðuna av Brøndby. Viborg hevur fyrsta partin av kappingini staðið seg væl, meðan tað hevur gingið striltið hjá Aab. Viborg hevði heimavøll, men AaB vann 2-1. Merkisvert var tað, at Søren Frederiksen, sum eftir ársskiftið fer at spæla við Viborg, skoraði annað av málunum hjá AaB. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo ÍSF fingið nýggja heimasíðu Í eina tíð hevur Ítróttasambandið havt egna heimasíðu, men sambært ÍSF hevur henda tó ikki virkað eftir ætlan. Upplýsingarnir, sum verða á nýggju síðuni, eru teir somu, sum vóru at síggja á teirri gomlu, men bygnaðurin av síðuni er heldur øðrvísi. Hetta skal tryggja, at tað gerst lættari og greiðari at fáa fatur á viðkomandi upplýsingum, og vónar ÍSF við hesum, at tørvurin hjá teimum vitjandi verður betri nøktaður. Ætlanin er annars, at síðan skal útbyggjast og dagførast støðugt, soleiðis at hon altíð er >>eina vitjan verd<<, sum tikið verður til í tíðindaskrivinum frá ÍSF. Síðan finst nú sum áður á www.isf.fo Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo VÍF kann gerast fremst hjá báðum Ein dystur hjá kvinnum og tríggir hjá monnum verða leiktir kring landið í kvøld Hondbóltur Fult miðvikuumfar er í kvøld í bestu mansdeildini, og hóast talan ikki er um nakran oddadyst, kann meira enn so vera, at uppgerðirnar kunnu gerast áhugaverdar. Tjaldur illa fyri Bæði mans- og kvinnuliðið hjá VÍF skulu í eldin í kvøld, og felags fyri bæði er, at dysturin hjá teimum verður í Runavík, har Tjaldur tekur ímóti. Hetta er tó ikki tað einasta, sum VÍF liðini hava til felags. Tey eru bæði ósigrað higartil í kappingini, og vinna tey bæði, eru tey eisini á odda í sínari deild, og hetta er so ikki nakað, sum vestmennningar eru vanir við. At bæði liðini eru fremst. Hetta átti eisini at verið gjørligt, tí í báðum førum tykist mótstøðan at vera yvirkomulig. Tjaldur hevur ikki fingið stig í nakrari av fremstu deildunum higartil, og neyvan verður tað móti VÍF, at hesi skulu fáast til vega. Hini mugu fylgja við Í Havn verður grannauppgerð millum H71 og Neistan, og hesir hava mangan verið áhugaverdir. Hoyvíkingar hava kanska ikki havt somu styrki í fjør og í ár, sum teir áður hava havt, men hinvegin eru teir altíð stríðshugaðir, og ikki minst, tá talan er um dyst móti Neistanum. Á pappírinum er Neisin tó favorittur, og ein sigur er eisini neyðugur, um teir skulu krøkja seg upp móti oddaliðunum. Seiansti dysturin mikukvøldið verður á Skála, har StÍF tekur móti KÍF. Strandingarnir vunnu sunnudagin týdningarmikla dystin á Neistanum, og helst ætla teir sær eisini at fáa stig frá KÍF. Har umframt er ivaleyst eisini stórur spenningur á Skála um, hvørt leikandi venjarin er førur fyri at spæla í dystinum. Hann var ikki við móti Neistanum, men ætlaði at royna seg í kvøld. Kollfirðingar eru tó ikki longur nøkur løtt uppgáva, men tykjast hinvegin at vera ávegis úr aldudalinum, sum teir hava verið í. Seinast varð hetta staðfest í Vestmanna, har kyndilsmenn vóru fegnir um annað stigið, so strandingar eru ávaraðir. Ongland spøkir Hóast hann enn ikki hevur fingið nakra ábending frá enska fótbóltssambandinum, verður FCK venjarin, Roy Hodgson, dagliga nevndur sum evni til leysa landsliðsvenjarasessin Ensku sjónvarpsrásirnir royna at venda hvørjum steini í royndunum at finna góð evni til sessin, men alla tíðina verður navnið á FK venjaranum nevnt. Ikki tí, tað er sum so alla aðra staðni enn júst í Onglandi, at hann hevur skapt sær eitt navn, men fjakking hansra hevur eisini givið royndir. Royndir, sum fleiri aðrir enskir venjarar ikki hava, tí teir ikki hava fingist við altjóða ella útlendskan fótbólt. Roy Hodgson hevur áður verið venjari hjá m.a. sveisiska landsliðnum, sum undir hansara leiðslu fyri fyrstu ferð leikti seg fram til endaspælið í eini HM kapping. Hetta var í 1994. Eisini hevur hann vant italska stórfelagið, Inter, umframt at hann í fleiri ár virkaði í svenskum fótbólti. Undan tilknýtinum til FCK var hann tilknýttur Blackburn, sum er einasta roynd hansara við enskum toppfótbólti. Fyrsta árið gekk framúr væl, men síðani gekk niður eftr, og endin varð, at Hodgson fekk sekkin. Við ensku fjølmiðlararnar hevur venjarin sagt, at stóð honum í boði at gerast enskur landsliðsvenjari, hevði hann sjálvsagt ikki kunna sagt nei. Hann legði tó í sama viðfangi dent á, at hann einki hevði hoyrt frá enska fótbóltssambandinum hesum viðvíkjandi. Jóannes heldur fram á Toftum Næstsíðsta leygardag bóru vit tíðindini um, at Hans Fróði Hansen komandi kappingarár fer at spæla við B68 og ikki við Sogndal. Tá søgdu vit samstundis, at flestu spælararnir, sum í farna kappingarári hava spælt við B68, eisini fara at vera á liðnum komandi ár. Tá var tað ikki greitt, um Jóannes Jakobsen fór at halda fram í venjarasessinum, men B68 formaðurin, Niclas Davidsen, segði seg vóna og rokna við, at teir fóru at hava sama venjara. Nú sigur Niclas Davidsen, at avtala er gjørd millum felagið og Jóannes Jakobsen um framhaldandi samstarv: Tað eru vit sera glaðir um. Øll í felagnum hava verið stak væl nøgd við venjaran, og tað kemur væl við, at vit ikki skulu út at leita eftir einum nýggjum manni, sum skal setast inn í viðurskiftini. Í ár vildu vit vera við í toppinum, og tað vóru vit. Málið verður tað sama komandi ár, og so mugu vit vóna, at tað fer at eydnast at koma eitt sindur hægri, enn triðja plássið, sum vit endaðu á í ár. Ársveitlsan hjá B68 skuldi havt verið næstsíðsta leygarkvøld, men hon varð útsett. Nú er avgjørt, at ársveitslan verður leygardagin 25. november. Ítróttarfelagið á Toftum plagar at hava eitt stórt eydnuhjól á hvørjum ári. Tað er ásett at vera leygardagin 18. november. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Todi dagsins leikari Todi Jónsson varð valdur til besta mann á vøllinum, tá FCK mánakvødlið leikti javnleik móti FC Midtjylland Superliga Tá tað kom til stykkis, skuldu teir úr høvuðsstaðarfelagnum vera fegnir um at fáa eitt stig við heim aftur, eftir at teir mánakvøldið vitjaðu FCM í oddadystinum, sum varð vístur beinleiðis á rásini, TV3+. Javnaðu við 103 Seinastu 20 minuttirnar noyddist FCK nevnliga at spæla við 10 monnum, men kortini fingu teir tá strítt seg upp á javnt. At tað tó kom so langt, kunnu teir úr høvuðsstaðnum fyrst og fremst takka sær sjálvum, og í øðrum lagi dómaranum fyri. Fyrst og fremst var tað ein brølari av teimum heilt stóru, sum viðførdi, at heimaliðið fekk lagt seg á odda. Rune Pedersen í FCK málinum skuldi sparka bóltin burtur tá hann klossaði soleiðis, at Mogens Laursen fekk mál burtur úr at kalla vandaleysari støðu. Undan hesum hevði FCK havt okkurt skot á yvirleggjaran, og eftir steðgin royndu teir eisini at leggja trýst á. Millum annað raktu bæði Todi Jónsson og svenski Pascal Simpson tvørtræið, men so hendi tað, sum avgjørt ikki mátti henda. Í eini álopsroynd varð Christian Lønstrup feldur, og eingin mundi ivast í, at talan var um brotsspark. Floytan hjá dómaranum tagdi tó, og ístaðin fór FCM í mótálop, sum endaði við, at Mogens Laursen púra leysur kundi senda bóltin í FCK netið fyri aðru ferð hetta kvøldið. Ståle Solbakken gav FCK vónina aftur, tá hann úr 24 metrum sendi fríspark í málið, men lítla løtu seinni royndi dómarin enn einaferð at køva FCK. Thomas Rytter, sum hevði fingið gult fyri at brúka seg um væntandi brotssparksdómin, nart vall við motstøðuleikara, men dómarin metti tó, at okkurt var áfatt, og gav tískil Rytter annað gula kortið. Eftir dystin segði Rytter seg als ikki skilja nakað av hesum, og sjónvarpsupptøkurnar vístu eisini, at hann hevði grein í sínum máli. FCK fekk tó strítt seg upp á javnt, tá Harald Brattbakk sera hegnisliga setti bóltin í netið, og bjargaði hann við hesum eitt stig til høvuðsstaðarfelagið. Eitt stig, sum helst átti at verið trý, men sum FCK hóast alt skal vera fegið um, soleiðis sum dysturin formaði seg. Todi dagsins maður Hyggjararnir hjá TV3+ kunnu á hvørjum beinleiðis varpaðum dysti velja dagsins leikara, og hesu ferð fall valið á Toda Jónsson. Fram til miðjan seinna hálvleik var Todi við í stórum parti av FCK álopunum, og millum annað hevði hann fleiri sera vandamikil álop, eftir at hann var drigin frá beinleiðis mótstøðumanni sínum. Eisini hevði hann í fyrra hálvleiki ein solotúr yvir 80 metrar, men hepni var ikki við honum, og royndin móti málinum endaði omanfyri. Móti endanum av dystinum gingu kreftirnar tó undan, og stutt fyri leiklok varð hann skiftur út við Michael Mio Nielsen, tá FCK venjarin heldur vildi binda um heilt og verja einsamalla stigið. Annars kann leggjast afturat, at eisini í skrivaðu miðlunum varð Todi mettur sum besti leikari í dystinum, og millum annað fær hann hjá Ekstra-blaðnum eitt flott 10-tal fyri avrik sítt. Einki er at taka seg aftur í, at teir í FCK eru fegnir um, at føroyski leikarin aftur er tøkur, og fyri A-landslið okkara er bert at vóna, at góðu avrikini eisini síggjast aftur, tá leiðin í mars mánaði gongur til Luksemburg og Russland. Nøvn í vikuni 60 ár 15. oktober fylti Jógvan Kallsoy Mørkøre á Eiði 60 ár. Jógvan í Løðuni, sum hann á Eiði verður nevndur, er sonur Óluvu og Jóannes Mørkøre. Jógvan er giftur við Katrini, dóttir tónlistamannin Jens Guttesen úr Havn, og tey eiga tríggjar synir, Jóannes, Janus og Ólav, sum eisini fylti ár tann 15. oktober. Hann er føddur á 45 ára degnum hjá pápanum. Jógvan í Løðuni er útbúgvin radiomekanikari. Hann lærdi í Klaksvík og var fyrsti lærlingur hjá Marstein. Undantikið nakrar túrar við Karin K hevur Jógvan arbeitt á Lorenstøðini á Eiði. Hann byrjaði í starvi hjá Farvandsvæsenet, sum tað eitur, tann 17. december 1962 og hevur sostatt verið í sama starvi í næstan 38 ár. Tá hann hevði verið í starvinum í 25 ár, fekk hann >>fortjentsmedalju<< og gjørdist samstundis riddari av Dannebrog. Tað, sum almenningurin í Føroyum mest kennir Jógvan fyri, er hansara luttøka í kommunalpolitikki. Hann varð fyrstu ferð valdur í bygdarráðið á Eiði í á valinum í1966 og hevur sitið har síðan við undantaki av valskeiðinum 1976-1980. Tað skeiðið var hann tó kommunuskrivari, og hevur sostatt verið í kommunalpolitikki í meira enn 30 ár. Í 1972 gjørdist hann stýrislimur í Føroya Kommunufelag, har hann í skiftandi skeiðum hevur verið formaður, og er tað í løtuni. 50 ár Klæmint Weihe, stjóri í elfelagnum SEV, fylti 50 í gjár. Klæmint er sørvingur, men hann hevur megin partin av ævini búð í Havn. Sum SEV stjóri er hann ein av mest útskeldaðu persónum í landinum, men samstundis, so syrgir hann fyri, at streymur er hvørja ferð tú trýstir á eina kontakt og reglusemi í tænastuni hjá SEV er gott og álítandi hjá allarflestu føroyingum. Miðvísa og dugnaliga arbeiði hjá Klæmint Weihe seinastu mongu árini hevur borið frukt. Meðan Klæmint hevur sitið sum stjóri á SEV, eru stórhendingar farnar fram í fyritøkuni, og hon hevur fylgt við tíðini. Uttan at taka dagar í millum hvat er rætt og hvat er skeivt, so stendur tað fast, at SEV um stutta tíð sjálvt er ment at útvinna størra partin av orkuni úr vatnorku, sum er varandi orka og sum ikki dálkar umhvørvi. At hendan varandi orkan hevur ávirkað umhvørvið og skapt nýtt umhvørvi í Føroyum, er ein onnur søga. Klæmint er ungur enn og spennandi verður, hvat hann fer at fáa av skafti næstu árini. Vindmyllur standa tættar allastaðni á evropeiska meginlandinum, og fíggjarligur vinningur fæst burturúr. Í Føroyum fer tráa vesturættin fúkandi fram við landinum dag og dagliga uttan at leggja eina krónu eftir seg av týdningi. Kanska hetta verður næsti setningurin hjá Klæminti. Tillukku við degnum. je Stillar ikki upp aftur 41 ára gamli bygdarráðsformaðurin í Gøtu, Jógvan Gregersen, hevur avgjørt ikki at stilla upp aftur til bygdarráðsvalið. Hann hevur ikki stundir í løtuni at takast við kommunupolitikk. Eftir nýggju kommunulógini er tað ikki skylda at stilla upp aftur, um ein hevur sitið eitt skeið. Jógvan í gerandisdegnum virkisleiðari á Fiskavirkinum í Gøtu og hann er eisini bóndi. Í frítíðini er hann virkin innan fótbólt og GÍ sjálvsagt. Oddagrein: Ein nýggj politisk støða í annaðkvøld Nú tykist heilt greitt, at fjórða samráðingarumfar verður trupult. Somuleiðis tykist rættiliga greitt, at landsstýrið røkkur neyvan á mál við verandi samráðingarætlan. So kunnu vit altíð keglast um, hvør hevur skyldina ella ikki. Men gongdin seinastu dagarnar bendir á, at hvørki stjórn ella landsstýrið sýna diplomatiskt snildi. Eisini kunnu fólk loyva sær at halda, at landsstýrinum vantar ein royndan embætismann - ráðgeva - í hesum taktiska spæli. Líta vit afturá, virkar framferðarhátturin hjá stjórnini ikki serliga málrættaður. Landsstýrið tosaði fyrstuferð við forsætisráðharran um samráðingar, eftir bankasemjuna í juni 1998. Tá staðfesti felagsfrágreiðingin rættin hjá landsstýrinum at samráða seg til eitt føroyskt fullveldi. Men stjórnin góðtók ikki seinri sama summar, at embætismenn í felag kannaðu viðurskifti Føroyar og Danmarkar ímillum og útvegaðu tilfar at samráðast út frá. Ístaðin vildi stjórnin hava, at føroyingar komu við einum uppskoti at samrást um. Tá fór alt arbeiðið við Hvítubók ígongd, og seinri varð so samráðingaruppkastið orðað. Í hesum sambandi kann viðmerkjast, at andin í samráðingaruppkastinum legði kanska ikki upp til positivar og konstruktivar samráðingar. Danska stjórnin góðtók heldur ikki endamálið í samráðingaruppkastinum. Harafturat hevur hon nú latið embætismenn kannað ymisk løgfrøðilig viðurskifti hjá føroyingum í Danmark, um Føroyar gerast fullveldisríki. Tað merkir, at stjórnin nú ger arbeiðið, sum føroyingar frammanundan hava gjørt!!! Harafturat hevur so spurningurin um sjálvsavgerðarrætt føroyinga tikið seg upp. Forsætisráðharrin slær fast í skrivi seinastu dagarnar, at Danmark hevur ikki góðtikið Føroyar sum eittt sjálvstøðugt "folkeretssubjekt". Sum merkir, at stjórnin góðtekur ikki Føroyar sum eina tjóð í fókarættarligum høpi. Men løgmaður hevur óivað provokerað forsætisráðharran, tá hann í einum øðrum brævi nú um dagarnar skrivaði, at samráðingarnar vórðu grundaðar á "sjálvsavgerðarrætin hjá Føroya fólki". Tað er ein annar problematikkur, sum vit ikki skulu nerta við ídag. Landsstýrið hevur ein greiðan setning: at stovna eitt fullveldisríki. Eitt annað er so, at ivamál er, um meiriluti er fyri tí. Hinvegin hava vit eina danska stjórn, sum er ímóti hesi ætlan. Hon hevur sagt seg sinnaða at samráðast, men líkt er til, at nógvar snildir verða brúktar at benda tilgongdin henda og handa veg. Gongdin seinastu dagarnar er greitt tekin um, at hon roynir at forhála samráðingarnar. Samráðingarnar ímorgin verða truplar. Og í annaðkvøld "fyriliggur" óivað ein nýggj politisk støða! Henning Nicodemussen Stór avbjóðing at byrja næsta ár Oljuídnaður og leiting Jan Müller Stuart MacKay starvast sum marknaðarstjóri hjá risastóra multinationala felagnum Schlumberger. Hann er millum útlendsku luttakararnar á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í hesum døgum. Hetta er fyrstu ferð hann vitjar her, og orsøkin til tað er, at arbeiðsgevararar hansara kenna ikki nóg væl tær treytir og lógir, sum eru galdandi fyri hetta nýggja leitingarøkið, sum Føroyar eru. Schlumberger ynskir at kunna seg um komandi leitingina við Føroyar og at finna fram til møguligar samstarvsfelagar í Føroyum. Vit vóna so eisini at kunna møta okkara kundum, tvs. oljufeløgunum serliga fyri at vita, hvørji krøv tey hava at seta. Vit mugu eisini vita, hvat vit skulu og kunnu gera her, fyri harvið at ganga tørvinum hjá føroysku myndugleikunum á møti. Í dag er Schlumberger ein av teimum heilt stóru tænastufyritøkunum í oljuvinnuni í Aberdeen og fyri tað í allari verðini. Uppgávurnar hjá Schlumberger eru m.a. at taka sær av øllum arbeiðinum, sum hevur við sjálva boringina at gera. Stuart Mackay er sendur til Føroya fyri at fáa upplýsingar um komandi útbjóðingina her og síðani at lata hesar upplýsingar aftur til nógv av feløgunum, sum eru partur av hesi risafyritøkuni. Stuart Mackay er ikki sørt ovfarin av, hvussu væl hetta tiltakið hevur verið lýst á netinum og at man har hevur kunnað fingið nøvnini á øllum luttakarunum. Tað hevur so aftur gjørt, at man hevur kunnað fingið eitt yvirlit yvir fólk og adressur. Hóast eg ikki fái hitt øll feløgini á hesi ráðstevnuni, so veit eg í hvussu er, hvønn eg skal seta meg í samband við næstu ferð. -Vit hava hugt at heimasíðuni hjá bæði Oljumálastýrinum og hjá øðrum feløgum. Og eisini hjá Oljuráðstevnuni 2000. Hann heldur annars, at "it is still early days", tvs. at enn manglar nógv at koma uppá pláss. Her má tí koma ein dialogur um, hvussu man kann finna ein arbeiðsmodell, skal tað longu borast næsta ár. Stuart MacKay sigur seg bara duga at síggja, at skal man verða klárur til at bora næsta summar, so verður her talan um eina stóra avbjóðing. Schlumberger-maðurin heldur sjálvur, at tað átti at borið til at hava fingið hetta uppá pláss til ta tíð. -Men hetta er sera ambitiøst. Eg skilji, at ætlanin er at fáa nakrar brunnar boraðar so skjótt tilber. Stuart Mackay heldur tað annars vera skilagott av føroyingum at krevja, at fólk í føroyska samfelagnum eisini koma at arbeiða við hesum málinum. Hetta er tað man sær aðrastaðni eisini. Tað er eisini nakað, sum er við til at knýta saman uppá longri sikt. John Johannessen og Magnus Dam, Keypmannahavn Føroyingar eiga avgerðina Tað eru føroyingar einsamallir, sum gera av, um teir ynskja einar sjálvstøðugar Føroyar ella ikki. Hendan rættin hava vit onga ætlan um at pilka við frá danskari síðu, sigur danski forsætisráðharrin í sambandi við kjakið um sjálvsavgerðarrætt føroyinga Orðadrátturin millum danska forsætisráðharran og landsstýrið seinastu dagarnar fer uttan iva at seta sín dám á samráðingarfundin, sum verður settur í forsætisráðnum klokkan 13 seinnapartin. Orð sum sjálvsagerðarrættur, tjóð, "sjálvstøðugt fólkarættarligt subjekt" og onnur orð, sum hoyra heima í lógbókunum fara at verða vend og snarað, til partarnir einaferð eru lidnir við samráðingarfundin og eftir ætlan fara á felags tíðindafund. Landsstýrið hevur áðrenn samráðingarnar sagt, at Poul Nyrup Rasmussen má svara greitt uppá, um hann virðir rættin hjá føroyingum at avgera sína egna lagnu. Poul Nyrup Rasmussen hevur alla tíðina sagt, at tað verða føroyingar sjálvir, sum á einari fólkaatkvøðu gera av, um vit skulu hava fullveldi ella ikki. Og tá Sosialurin spurdi hann nærri um hesi viðurskifti í gjár, var hann eins avgjørdur, og hann altíð hevur verið. Einki er broytt frá mínari síðu. Sjálvsavgerðarrætturin liggur hjá føroyingum, staðfesti hann. Hann heldur kortini, at tað er stórur munur á tí, sum verður rópt eitt "sjálvstøðugt fólkarættarligt subjekt" og so tí, at eitt fólk hevur sjálvsavgerðarætt. Fólkarættarliga er tað soleiðis, at Føroyar eru eitt "sjálvstøðugt fólkarættarligt subjekt" í tí løtu, at Føroyar eru ein suverenur statur. Vit hava alla tíðina sagt, at fullveldissamráðingarnar ikki í sjálvum sær merkja, at vit viðurkenna Føroyar sum ein suverenan stat. Hetta er rættiliga grundleggjandi. Men tað broytir kortini ikki ta sannroynd, at tað er føroyska fólkið sjálvt, sum avgerð, um tað vil hava Føroyar at verða ein suverenan stat. Stórur munur er á hesum báðum hugtøkunum, og eg haldi, at tað er skeivt at tvinna tey saman, sigur Poul Nyrup Rasmussen. Fleiri samgongupolitikkarar hava ákært donsku stjórnina fyri at vilja draga samráðingarnar út. Men hetta hevur Poul Nyrup Rasmussen ongar ætlanir um. Eg fái nógvar ákoyringar á vegnum. Men eg kann lova tykkum, at eg, eins og løgmaður, ynski at gera so stór framstig sum gjørligt. Men eg síggi tað sum mína uppgávu at syrgja fyri, at øll viðurskifti verða gjølla viðgjørd, so bæði føroyingar og danir vita nágreiniliga, hvørjar skyldur og rættindi hvør teirra hevur, tá samráðingarnar eru lidnar. Vit eru komin nakað ávegis, men enn er langt eftir á mál. Nógv stór umráði eru eftir at frá greiðu á, og eg havi einki ímóti, at vit á fundinum í morgin gera støðuna upp, so vit síggja, hvat nú restar í. Poul Nyrup Rasmussen roknar tískil við, at tað mugu vera fleiri fundir afturat millum landsstýrið og stjórnina, áðrenn málið er rokkið. Og harafturat heldur forsætisráharrin, at tað skulu vera fleiri fundir afturat millum teir einstøku ráðharrarnar eins og fundurin mánadagin millum Frank Jensen og Høgna Hoydal. Heldur tøvandi leggur forsætisráðharrin afturat, at hann samstundis heldur, at landsstýrið eigur at umhugsa, um partarnir skulu halda fram eftir sama leisti, ella um samráðingargrundarlagið skal broytast. Fyrr ella seinni mugu vit gera búgvið upp og velja, hvat vit skulu gera. Skulu vit halda fram, ella skulu vit royna okkurt annað, sigur forsætisráðharrin. Um hann heldur, at tann tíðin er komin nú ella ikki, vil forsætisráðharrin ikki svara uppá. Eg vil ikki kroysta mótpartin til at taka eina avgerð, sum hann ikki er til reiðar at taka. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Tróndur Djurhuus á Føroya Tele Tróndur Djurhuus, fyrrverndi sjónvarpsstjóri, er settur í nýtt starv hjá Føroya Tele. Hann skal vera við til at menna virkisætlanir á stovninum Tróndur Djurhuus fyrrverandi stjóri í Sjónvarpi Føroya, er settur í nýtt starv hjá Føroya Tele. Tróndur Djurhuus skal hava eina stabsfunktión sum á Føroya Tele verður nevnd >>Strategi og forrætningsútvikling<<. Tað vil siga menning av nýggjum skipanum og tænastum, sum Føroya Tele fer at lata kundum sínum. Telefyritøkur úti í heimi fara alt meira inn í ymsar nýggjar tænastur. Bæði tíðindaflutning, undirhald og ymsar aðrar tænastur. Eitt tað nýggjasta er tann sonevnda WAP tænastan, har ein kann nýta fartelefonina sum eina aðra teldu. Stutt og greitt ber til at flyta Internetið yvir á fartelefonina og haðani avgreiða allar tær uppgávur, ein hevur. Tað veri seg bankaflytingar, tíðindaflutning ella hvat tað nú skal vera. Føroya Tele fer eisini at fylgja við hesi menningini og vil fegið lata kundum sínum allar tær tænastur, sum onnur feløg kunnu lata. Føroya Tele hevur tíðindatænastuna Olivant, sum ætlanin er at menna enn meira. Og her er upplagt, at Tróndur Djurhuus eisini er við í teirri menningini. Sum er, er tíðindatænastan hjá Olivant at rokna sum einhvør onnur vanlig tíðindatænasta. Men ætlanir eru úti í framtíðini til dømis at lata kundar gerast haldarar av ávísum tíðindum og tænastum, sum júst passa til tørvin hjá tí einstaka. Samstarv hevur verið millum Olivant og Sosialin á hesum øki. Men blaðmaðurin frá Sosialinum, sum hevur røkt hesa tænastuna, fer nú í starv sum tíðindamaður hjá Føroya Tele burturav. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Lágtrýstið sunnan fyri Føroyar fer eystureftir og kaldari luft rekur eitt skifti móti Føroyum. Lágtrýstið vestan fyri Írland fer norðureftir og dýpist nógv. Tað gevur nógvan vind á okkara leiðum fríggjadagin. Veðrið í dag: Lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi og fyrrapartin regn av og á, men seinnapartin sólglottar. Hitin millum 6 og 9 stig. Um kvøldið veksur hann vindin av landsynningi. Veðrið fríggjadagin: Fyrrapartin skrið av landsynningi og regn. Seinnapartin strúkur í vindi av útsynningi og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið leygardagin: Stívt andøvsgul av útsynningi og suðri og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind millum útsynning og landsynning og eitt skifti regn. Hitin millum 8 og 12 stig. Í gjár: Lágtrýstið sunnan fyri Føroyar fer eystureftir og kaldari luft rekur eitt skifti móti Føroyum. Í dag: Lágtrýstið vestan fyri Írland fer norðureftir og dýpist nógv. Tað gevur nógvan vind á okkara leiðum fríggjadagin. Dagfinn Olsen - dagfinn@sosialurin.fo Litprent í Listaskálanum Lagdar eru fram grafiskar myndir eftir føroysk listafólk. Hvørt ár fáa listafólk møguleika at nýta verkstaðin í Listaskálnum og verða úrslitini fyrst og fremst boðin limum Listafelagsins Leitar ein sær í Listaskálan í Havn, so kemur ein í forhøllini fram at einum longum borði. Har liggja nýggj grafisk verk eftir nøkur av fremstu listafólkum í Føroyum í løtuni. Vanligt er, at nøkur myndlistafólk árliga sleppa at nýta grafiska verkstaðin, ið knýttur er at Listaskálanum. Úrslitið av av hesum verður so fyrst og fremst selt limum Listafelagsins. Umboðað á langa borðinum í forhøllini eru t.d. Olivur við Neyst, Anker Mortensen, Bárður Jákupsson og Rannvá Konoy. Zacharias Heinesen hevur eisini verið á umboðaður, men verk hansara eru nú útseld. Verkini kosta eini 300 krónur. Vanliga eru prísurin á slíkum verkum eini 1200 krónur. Dagfinn Olsen - dagfinn@sosialurin.fo Løgreglan kannar eldsbruna ELDUR: Klokkan 03:29 mikumorgunin fekk Brandstøðin í Havn boð um, at eldur var í einum sethúsum á Ternuryggi. Politiið veit enn ikki, hvør orsøkin var til eldin Eldur kom í eini sethús Við Sundsvegin á Ternuryggi mikumorgunin. Sløkkiliðið í Havn fekk boð um eldin klokkan 03:29 og longu klokkan 03:34 var liðið á staðnum. Alt er brunnið innan úr húsunum. Av Brandstøðini verður sagt, at einki var at gera, tí húsini stóðu í ljósum loga, tá sløkkiliðið kom á staðið. Tilfarið inni í húsunum var fyri stóran part tær millum sløkkiliðsfólk so kendu bleytu pláturnar, ið geva nógv gass og sum brenna skjótt. Sløkkiliðið slapp ikki innar í húsini, men mátti bert royna at dempa eldin og sløkkja uttanífrá. Sløkkiliðið helt fram við arbeiðinum, til umleið klokkan 8 á morgni. Seinni vóru sløkkiliðsfólk aftur ein túr á staðnum fyri at tryggja, at støðan var, sum hon skuldi. Politiið kannar málið Løgreglan veit ikki enn, hvør orsøkin var til eldsbrunan á Ternuryggi, frættist av Politistøðini í Havn. Løgreglan er farin undir avhoyringar og kanningar. Eingin búði í húsunum, nú tey at kalla brunnu í grund, men arbeitt varð við at seta tey í stand, eftir at nýggir eigarar hava yvirtikið húsini fyri stuttum. Magnus Dam og John Johannessen, Keypmannahavn Krevur frágreing frá Nyrup Jóannes Eidesgaard fer í dag at krevja at fáa at vita frá danska forsætisráðharranum, hvat hann meinar við, tá hann sigur, at Danmark ikki góðtekur Føroyar sum fólkarættarligt subjekt Jóannes Eidesgaard fer í dag á fund í 21 mannanevndini hjá fólkatinginum, sum fylgir samráðingunum. Á hesum fundinum fer Jóannes Eidesgaard at krevja at fáa at vita frá danska forsætisráðharranum, hvat hann meinar við, tá hann í brævi til løgmans sigur, at tað, at Danmark er farið undir fullveldissamráðingar við Føroyar, ikki merkir, at Danmark góðtekur Føroyar sum eitt fólkarættarligt subjekt. Eg havi enn ikki fingið nakra løgfrøðisliga meting av útsøgnini hjá Nyrup, men meinar hann, at Danmark ikki góðtekur Føroyar sum tjóð, so eri eg rúkandi ósamdur við honum, sigur Jóannes Eidesgaard. Formaðurin í Javnaðarflokkinum, sum eisini er fólkatingslimur, vísir á, at Føroyar eru tjóð, og at hetta ikki er neyðugt at staðfesta við at fáa eina frágreiðing frá íslendskum serfrøðingi í altjóðarætti. Vit eru ein tjóð, men tó hava vit heimastýrislógina við hennara avmarkingum, og tað er hana vit skulu broyta. Men hetta hevur Tjóðveldisflokkurin ofta hug at gloyma. Talan er jú um eina lóg, sum er samtykt bæði av fólkatinginum og av løgtinginum, sigur Jóannes Eidesgaard. Men Jóannes Eidesgaard vil kortini hava at vita frá danska forsætisráðharranum, um hann virðir føroyska fólkið sum eina serstaka tjóð, og tí fer hann á fundinum, sum verður klokkan tvey seinnapartin í dag, at seta forsætisráðharranum fyrispuring um hetta. Møguliga verður talan um ein felags fyrispurning, ið Jóannes Eidesgaard og hin føroyski fólkatingslimurin, Óli Breckmann, fara at seta saman. Óli Breckmann er í skrivandi løtu við flogfari á veg til Keypmannahavnar, og tí hevur tað ikki eydast okkum at fáa at viðmerking frá honum. Ikki á fund við uttanlandsnevndina Tað er ikki bert 21 mannanevndin hjá fólkatinginum, ið hevur boðað frá fundi í Keypmannahavn undan samráðingunum. Formaðurin í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, Hergreir Nielsen, hevur eisini boðað limum sínum frá, at uttanlandsnevndin heldur fund í Keypmannahavn meðan samráðingarnar um fullveldi eru. Men Jóannes Eidesgaard ætlar sær ikki at vera við á fundi hjá uttanlandsnevndini í Keypmannahavn. Eg fari heim aftur til Føroya áðrenn fundin, tí eg haldi ikki, at tað er rætt, at uttanlandsnevndin er við landsstýrinum til samráðingar. Hetta er tað sama sum, at vinnunevndin fór til fiskivinnnusamráðingar saman við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sigur Jóannes Eidesgaard. Jóannes Eidesgaard vísir á, at landsstýrið hevur fingið mandat at samráðast frá tinginum, og tí eigur landsstýrið sjálvt at klára samráðingarnar, uttan leypandi samband við uttanlandsnevndina meðan samráðingarnar eru. Kortini staðfestir Jóannes Eidesgaard, at tað er neyðugt, at uttanlandsnevndin verður kunnað um samráðingarnar. Men hetta, heldur hann, eigur at verða gjørt, tá landsstýrið kemur heim aftur til Føroya eftir samráðingarnar. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Málið kann loysast Tórbjørn Jakobsen, landsstýrismaður, heldur ikki, at tað verður torført at finna eina loysn á málinum við styttu lestrartíðini á studentaskúlum og HF-skeiðum. Næmingar mótmæltu hesum týsdagin, og lærarar stuðla næmingum í kravinum um longri lestrartíð Í gjár handaðu næmingar á studentaskúlunum og HF-skeiðunum kring landið landsstýrismanninum í undirvísingarmálum eitt mótmælisskriv. Savnaðar vórðu 700 undirskriftir til skrivið. Síðani varð skipað fyri mótmælisgongu frá skúlanum í Hoydølum niðan í Undirvísingar- og mentamálastýrið, har næmingarnir handaðu Torbirni Jakobsen undirskriftirnar. 400 næmingar vóru við í mótmælisgonguni. Í skrivinum stóð, at "undirritaðu næmingar í Miðnámsskúlunum mótmæla harðliga, at lesifrítíðin er stytt niður í so at siga einki". Víst verður á, at í seinasta skúlaári var síðsti skúladagur hjá bæði studentum og HF-arum 28. apríl. Hetta skúlaárið er seinasti skúladagur hjá HF-arum 30. mai, og fyrsti próvtøkudagur er 1. juni. Hjá studentunum endar undirvísingin 8. juni, og fyrstu próvtøkudagur verður 11. juni. Eingin broyting er í skrivligu próvtøkunum, ið vera sum í fjør. Munurin frá í fjør er tann, at nú skulu næmingarnir aftur í skúla í tíggju dagar eftir ta skrivligu próvtøkuna. Í fjør varð ikki farið í skúla eftir skrivligu royndirnar. Tað eru hesir tíggju dagarnir, sum stríð nú er um. Sinnaðir at finna eina loysn Tórbjørn Jakobsen, landsstýrismaður, sigur seg avgjørt vera sinnaðan at finna eina loysn, sum allir partar kunnu góðtaka. Tað snýr seg um tíðina millum ta skrivligu og ta munnligu próvtøkuna, har næmingarnir skulu í skúla aftur í tíggju dagar, men lesitíðin er stytt líka nógv, sum frálærutíðin er longd, sigur Tórbjørn Jakobsen. Orsøkin til hetta er, at tað hevur verið ein tendensur í londunum kring okkum at skipa tað soleiðis. Tað er eisini gjørt her, tí tað verður hildið, at tað gagnar næmingunum at fáa tíggju dagar í frálæru afturat. Hesum eru næmingarnir og lærararnir tó ikki samdir í, tí teirra vilji er, at hesir tíggju dagarnir verða settir av til lestrarfrí hjá næmingunum, so teir kunnu fyrireika seg til próvtøkurnar, sum standa fyri framman. Tórbjørn Jakobsen vísir á, at meðan næmingarnir vilja hava fleiri dagar at lesa í, hjá lærarunum snýr tað seg hjá lærarunum kanska líka nógv um at hava frí í tíggju dagar við løn. Sum eg síggi málið, so er tað serliga ein trupulleiki hjá HF-arum, sum skulu upp í so nógvum lærugreinum í so stutta tíð, men hjá studentunum skuldi tað borið til at lagt hetta til rættis, tí teir hava tríggjar vikur til tríggjar próvtøkur, og tað er ein um vikuna, sigur Tórbjørn Jakobsen. Nú mugu vit loysa henda trupulleikan saman. Vit halda, at tað skulu vera tíggju dagar við undirvísing, meðan næmingar og lærarar halda, at eingin skal vera. Vit eru sinnaðir at gera nakað við trupulleikan. Tað er møguligt, at tað er ov nógv at taka allar tíggju dagarnar í einum. Tórbjørn sigur at enda, at hann dugir væl at síggja trupulleikan hjá næmingum, sum fáa frí fríggjadag og skulu upp í eini stórari lærugrein mánadag. Lærararnir stuðla Yrkisfelag studentaskúla- og HF-lærara sigur í tíðindaskrivi, at teir "stuðla fult út miðnámsskúlanæmingunum í kravi teirra um longri fyrireikingartíð til munnligur próvtøkurnar". Víst verður á, at felagið hevur sent undirvísingar- og mentamálastýrinum skriv stutt eftir summarfrítíðina, har mótmælt varð tíðarætlanini fyri hetta skúlaárið. Sagt verður í skrivinum, at "munnliga próvtøkuætlanin, ið Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur lagt til rættis, er álvarsligt brot á galdandi siðvenju, tekur grundarlagið undan seriøsari próvtøku og er í stríð við studentaskúla og HF próvtøkukunngerðirnar. Kravið hjá lærarunum er, at "vent verður aftur til gomlu skipanina við lesitíð, tí hvørki næmingar, lærarar ella próvdómarar kunnu liva við nýggju próvtøkuætlanini". Næmingarnir vísa á, at teirra fyrireikingartíð er alt ov stutt, og tí ber ikki til hjá teimum at koma væl fyrireikað til próvtøkuna. Í mótmælisskrivinum er ein innilig áheitan um at broyta avgerðina, tí orsaka av hesum viðurskiftum verður tað trupult at fáa eitt heiðurligt úrslit, ið nýtast kann til víðari lestur. Tórbjørn Jakobsen fegnast annars um, at næmingar skipa fyri mótmælum, og heldur tað vera positivt, at ungdómurin fer í kravgongu, tá okkurt í skipanini gongur teimum ímóti. Hann væntar, at funnið verður fram til eina loysn á málinum skjótt. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Stríðið um Brimil herðist: Hótta við arbeiðssteðgi og endurgjaldskravi Vandi er nú fyri ósemjan um Brimil fer at føra við sær, at øll Vaktar- og Bjargingartænastan verður løgd lamin av arbeiðssteðgi. Hinvegin hevur Fíggjarmálastýrið hótt við endurgjaldskravi fyri at hava lagt arbeiðið niður Enn røkist púra onki fyri, at nýggja Vaktar- og Bjargingarskipið, Brimil, kemur til Føroya í bræði. Tvørturímóti tykist tað, sum um ósemjan ímillum manningarfeløgini og Fíggjarmálastýrið um lønina hjá yvirmonnunum, sum skulu manna Brimil, bara harðnar. Og nú eru hóttanir um endurgjaldskrav sent av Fíggjarmálastýrinum á Argjum tvørturum Havnarvág, yvir til Skipara- og Navigatørfelagið Yviri við Strond. Men svarið frá Skipara- og Navigatørfelagnum var líka greitt. Felagið sigur, at nú er málið komið hartil, at tat má umhugsa at seta tiltøk í verk, sum fara at raka alla Vaktar- og Bjargingartænastuna. Hótta við endurgjaldskravi Tað, sum serliga hevur fingið partarnar at taka so álvarslig stig teir seinastu dagarnar er, at Fíggjarmálastýrið hevur steðgað lønini hjá yvirmonnunum á Brimli, bæði hjá skipara, stýrimonnum og maskinmeistarum. Tá ið teir nokta at fara til arbeiðis og ikki vilja gera tað tænastu, sum verður álagt teimum, so kunnu teir heldur ikki fáa løn, sigur Karsten Hansen. Samstundis hevur Fíggjarmálastýrið boðað Skipara- og Navigatørfelagnum frá, at fyrivarni verður tikið fyri at krevja endurgjald frá teimum fyri at hava lagt arbeiðið niður. Hetta hevur nú ført við sær, at yvirmenninir, sum skuldu mynstra við Brimli, og sum hava verið í Noregi í eina tíð og gjørt klárt, eru nú á veg heimaftur við flogfari. Vit kenna tað sum okkara skyldu at nokta limum okkara at sigla við Brimli, fyrrenn sáttmálið er gjørdur. Tí sjólógin sigur, at skip kann ikki loysa, fyrrenn sáttmáli er gjørdur, sigur Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum. Hann leggur afturat, at tað er reiðarin, sum skal syrgja fyri, at sáttmáli er. Hann sigur, at tað, sum fíggjarmálastýrið ger, er, at tað roynir at tvinga yvirmenninar at sigla við ongum sáttmála, hóast tað er at bróta landsins lógir. Men tað mátti Fíggjarmálastýrið ikki vilja havt sitandi á sær, leggur hann afturat. Hótta við arbeiðssteðgi Skipara- og Navigatørfelagið hevur eisini tikið tað rættiliga illa upp, at fíggjarmálastýrið hevur steðgað lønini hjá yvirmonnunum, sum skulu sigla við Brimli. Tað hevur fíggjarmálastýrið ikki loyvi til, sigur Ellintur Abrahamsen. Hann sigur, at menninir eru ikki settir í starv á ávísum skipi. Teir eru settir í starv hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni og teir hava ikki sýtt fyri at gera tað arbeiði, teir eru vanir at gera.Tað einasta, vit hava noktað teimum at gera, er at bróta landins lógir, sigur Ellintur Abrahamsen. Hann ger tí púra greitt, at verður lønin hjá yvirmonnunum steðgað, er tað sáttmálabrot. Og so fer Skipara- og Navigatørfelagið at tilskila sær rætt til at seta tiltøk í verk. Tí hava vit boðað fíggjarmálastýrinum frá, at talan kann blíva um samhugatiltøk, sum fara at raka alla Vaktar-og Bjargingartænastuna. Sostatt er vandi fyri, at ósemjan um Brimil nú fer at leggja alla Vaktar- og Bjargingartænastuna lamna, tí tað verður avleiðingin, um limirnir í Skipara-og Navigatørfelagnum fara at leggja arbeiðið niður. Eitt nú verður avleiðingin, at bæði Tjaldrið og Spógvin verða verður lagdir. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Brimil: Eingin loysn í eygsjón Tað kemur slett ikki uppá tal at ganga krøvunum á møti, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri Tað er framvegis ongin loysn í eygsjón í trætuni ímillum Fíggjarmálastýrið øðrumegin og Skipara- og Navigatørfelagið hinumegin um lønina hjá yvirmonnunum, sum skulu sigla við nýggja vaktarskipinum Brimli. Tað einasta, sum bæði Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, og Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum, eru hjartans samdir um, er, at tað stendur í botni og at ongin loysn er í eygsjón. Krevja hægri løn Sum kunnugt er tað lønin hjá teimum, sum skulu sigla við Brimli, sum ósemjan ímillum Fíggjarmálastýrið og manningarfeløgini snýr seg um. Í sáttmálunum ímillum manningarfeløgini og Fíggjarmálastýrið um teir, sum sigla við Vaktar- og Bjargingartænastuni, stendur, at kemur nýtt skip í flotan, skal tað samráðast um, hvørja løn, manningin skal hava. Men hesar samráðingar hava ikki ført til nakað og nú er støðan fullkomiliga fastlæst, og tá ið Sosialurin fór til prentingar í gjár var tað onki, sum bendi á, at nøkur loysn var í eygsjón, tí onki samband er ímillum partarnar. Tað er serliga ímillum Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelag øðrumegin og Fíggjarmálastýrinum hinumegin, at ósemjan er stór. Starvsmannafelagið, sum hevur dekkararnar undir sær, er eisini í samráðingum við fíggjarmálastýrið. Vit eru ikki samd, men tær samráðingarnar ganga sína gongd. Og eg vænti ikki, at vit fara at enda í eini so vónleysari støðu við Starvsmannafelagnum, sum vit eru endað í við Skipara- og Navigatørfelagnum og Maskinmeistarafelagnum, sigur Karsten Hansen. Slett ikki uppá tal Hinvegin heldur Karsten Hansen, at lønarkrøvini frá navigatørunum og maskinmeistarunum eru so ógvuslig, at tað ber ikki til. Talan er um lønarkrøv uppá 30-40% og tað kemur slett ikki uppá tal.Tey verða ikki so frægt sum tikin til viðgerðar, sigur Karsten Hansen. At gingið slíkum krøvum á møti hevði verið ein áheitan til feløgini á arbeiðsmarknaðin um at seta lønarkrøv fram í úrtíð, tá í tey halda seg hava fingið ov lítið í teimum vanligu sáttmálasamráðingunum, og tað ber ikki til. Tað, sum hetta snýr seg um, er, at feløgini vilja brúka Brimil sum jarnbrot fyri at fáa eina munandi lønarhækking, eisini hjá teimum, sum sigla við Tjaldrinum. Vit hava fingið at vita, at feløgini krevja, at teir, sum sigla við Tjaldrinum skulu fáa somu løn sum teir við Brimli, og slík mannagongd kann ikki góðtakast. Hinvegin sigur Ellintur Abrahamsen, at tað er so lítil munur á lønunum hjá yvirmonnunum og hjá dekkarunum, at tað er neyðugt at fáa viðurskiftini í rættlag. Í 1977 var skiparalønin runt roknað yvir 50% hægri enn hjá einum dekkara. Í dag er hesin munur minkaður niður í nøkur og 20% og tað er alt ov lítið. Nú eru vit komin í ta støðu, at yvirmenninir á Vaktar- og Bjargingartænastuni fáa tað sama í bruttoløn, sum yvirmenn uttanlands, sum vit kunnu samanbera okkum við, hava eftir í løn, tá ið skatturin er goldin, og tað verður als ikki góðtikið. Karsten Hansen viðgongur, at lønin hjá yvirmonnunum er ikki góð. Men tað er ikki eitt mál sum skal loysast nú. Tað skal loysast undir vanligum sáttmálasamráðingum. Hann ásannar, at Brimil er størri, krevur meiri manning, er betri útgjørdur og hevur størri maskinu enn Tjaldrið, so fíggjarmálastýrið er sinnað at geva teimum ískoyti fyri tað. Hvussu gott tilboðið er, vil hann ikki siga. Ellintur Abrahamsen sigur, at tilboðið frá Fíggjarmálastýrinum kann slett ikki góðtakast. Enn er ongin fundur avtalaður ímillum fíggjarmálastýrið og feløgini. Ellintur Abrahamsen vísir á, at tað stendur í sjólógini, at tað er reiðarin, sum skal syrgja fyri, at skrivlig avtala er við teir, sum skulu manna eitt skip. Tí er tað Fíggjarmálastýrið, sum skal kalla saman til fundar. Men Karsten Hansen sigur, at enn er onki at halda fund um. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Stórir bygningar á Eiði Mánadagin fóru teir undir at reisa ítróttarhøllina á Eiði, samstundis sum farið er undir at stoypa grundina til landingarmiðstøðina Eiði: Arbeiðið at reisa ítróttarhøllina á Eiði er byrjað. Men hon er ikki einasti bygningur, kommunan letur gera í hesum døgum. Eisini verður landingarmiðstøð bygd á Eiði. Eiðis Kommuna hevur stórarbeiði í gongd í løtuni. Fast í skúlan vestur eftir verður bygdur ein stórur bygningur, sum fer at rúma bæði skúla og ítróttarhøll. Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður á Eiði, sigur, at ætlanin nú er at fáa høllina innilokaða sum skjótast, áðrenn veturin rættiliga kemur. Arbeiðið er eitt sindur seinkað í mun til upprunaligu tíðarætlanina, men so er bara at bera so mikið skjótari at, heldur hann. Tað fyrsta, sum gjørt verður liðugt í nýggja bygninginum, verða skúlastovurnar. Talan er um serstovur so sum tónleikastova, smíðstova, bókasavn og annað. Tørvur er á serstovum, hóast nakrar eru í verandi skúla. Tær stovurnar, sum eru í gamla skúlanum, verða so tiknar til vanligar skúlastovur, og virksemið flutt í nýggja bygningin, har so fleiri serstovur koma aftrat. Upprunaliga var ætlanin, at nýggju stovurnar skuldu takast í nýtslu, tá skúlaárið bygjaði aftur eftir summarfrítíðina komandi, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður. Men líkt er í løtuni til, at tað kanska ikki verður fyrr enn um ársskiftið 2001-2002. Sjálv ítróttarhøllin verður so gjørd liðug og tikin í nýtslu, tá skúlaparturin er liðugur. Í vestara enda á bygninginum verða teir fasilitetir, sum hoyra slíkari høll til, so sum brúsurúm og tílíkt. Eisini verður eitt lítið loft gjørt inni í tí partinum, sum hoyrir høllini til. Hetta fer at verða brúkt í sambandi við skúlan, sigur bygdarráðsformaðurin. Men tað er avmarkað, hvat gerast kann í ár, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi. Ikki tí at Eiðis Kommuna ikki orkar fíggjarliga, tí pengar eru til. Men hon sleppur ikki at brúka teir. Loyvt er bara at brúka hálvatriðju millión krónur til íløgur, hóast brúk er fyri meira. Hann fýlist á, at politikkarar gera nýggjar lógir, í hesum føri skúlalóg, sum krevur eina rúgvu av skúlunum, men somu politikkarar syrgja samstundis fyri, at komunurnar, sum fíggjarliga orka, ikki sleppa at gera tað, sum teir við lóg hava kravt skal gerast. Samlaði kostnaðurin fyri skúla og ítróttarhøll á Eiði fer at liggja um 11-12 miliónir, metir bygdarráðsformaðurin. Eiðis Kommuna stendur einsamøll við hesi útreiðsluni. Studningur er eingin at fáa, men tað skal Eiðis Kommuna nokk klára at gjalda sjálv, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsfomaður á Eiði avgjørdur. Eisini annað byggivirksemi er á Eiði í løtuni. Á havnarlagnum verður stoypt grund til at seta eina landingarmiðstøð á. Nakað er síðan, farið varð undir verkætlanina. Fylt er út á sjógv, har miðstøðin skal standa, og kloakkarbeiði og tílíkt er gjørt. Sjálv støðin skal ætlandi standa klár at taka í móti fiski, tá várróðurin byrjar aftur. Tá plagar at vera rættiliga lívligt í havnini á Eiði. Undanfarin ár er fiskurin, sum lagdur er upp á Eiði, koyrdur út á Toftir at selja, og so er tað meira enn so komið fyri, at Norðís hevur keypt og flutt hann aftur til Eiðis. Tá nú landingarmiðstøðin við skiljilinju og tí, sum annars hoyrir til, verður liðug, fer at bera til at sleppa av við fiskin beinleiðis á Eiði. Bátarnir fara tá at sleppa undan at gjalda fyri flutning. Og alt ger mun, sum Snopprikkur segði á sinni. Bygningurin verður gjørdur av bjálvaðum elementum, sonevndum sandwich elementum, sum gjørd eru á elementvirkinum við Gjógv. Gólvið verður stoypt, og okkurt rúm verður inni, sum innrættast skal, sigur bygdarráðsformaðurin á Eiði. Kostnaðurin fyri sjálvan bygningin fer helst at liggja um eina hálva millión ella so. Tað er Eiðis Kommuna, sum byggir sjálvan bygningin. Men kommunan fer ikki at reka nakra landingarmiðstøð. Ætlandi verður bygningurin leigaður út til onkra fyritøku, sum fer at reka virksemið har. Og fleiri fyrispurningar eru, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi. Av øðrum sum gerast skal í ár, er at nevna, at vegir skulu asfalterast gjøgnum bygdina. Tað arbeiðið er í gongd í løtuni. Brúkararnir hava als onga frágreiðing fingið sum bara nøkulunda kann grundgeva fyri verandi nýtslugjaldi, føstum gjaldi og íbindingargjaldi. Vit settu okkum frá byrjan av fyri, at arbeiða sakliga við hesum málinum. Vit valdu tí at byggja okkara grundgevingar á sama grundarlag, sum Hitafelagið L/f í síni tíð og seinni Fjarhitafelagið P/f søgdu seg byggja á Fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum Christian Poulsen Eyðfinnur Stefansson Johan Poulsen Súni Poulsen Fyrst í vikuni fingu allir fjarhitabrúkararnir kunningarskriv frá P/f Fjarhitafelagnum. Skrivið er í fullari longd endurgivið sum viðmerking í Sosialinum 18. oktober. Í hesum skrivinum váttar Fjarhitafelagið alment nakrar av teimum skeivleikunum, sum eigarafeløgini í Hoyvíkshaganum og Fjarhitanevndin hava víst á viðvíkjandi prísásetingini á fjarhita. Vit skulu ikki fara í smálutir við øllum, men halda okkum til nakrar høvuðstættir. Málið er gjølligari lýst í skrivi til Býráðið tann 8. oktober og í 4 hjáløgdum notatum, sum eru á heimasíðuni hjá Eigarafelagnum Lítlagil www.litlagil.com. Nýtslugjaldið Tá vit keypa 1 kWh av orku frá Fjarhitafelagnum, skulu vit gjalda 43% meira fyri henda kilowatttíman, enn vit høvdu goldið, um vit keyptu samsvarandi orkunøgd í olju. Hesin prísmunurin framgongur eisini av upplýsingunum í kunningarskrivi Fjarhitafelagsins. Brúkaraumboðini vilja hava eina góða grundgeving frá Fjarhitafelagnum upp á hendan prísmunin ella eina príslækking. Í stuttum er hetta ósemjan um nýtslugjaldið. Fjarhitafelgið hevur sagt, at hesi 43 %'ini eru tað, sum vit vildu brúkt meira um vit høvdu oljufýring. Og hetta er væl at merkja hiti, sum hevði farið til spillis. Vit eru greið yvir, at nakað meira av orku fer til spillis í einum oljufýrdum ketli enn í eini fjarhitaskipan, men ikki 43%, og langt frá tí. Hetta vístu vit á í eini frágreiðing í mars 1998, har vit samstundis vístu á, at Fjarhitafelagið (og Hitafelagið L/F undan teimum) misnýttu tað grundarlagið, sum teir sjálvir søgdu seg byggja á. Seinni sama ár ásannaði Fjarhitafelagið helst, at grungevingarnar fyri prísleguni hildu ikki. Tá skifti fjarhitaveitarin - aftaná 10 ár - grundgevingar fyri støddini á nýtslugjaldinum. Teir gjørdu nú av, at fjarhitaverk eru munandi bíligari í viðlíkahaldi og endurnýgging enn oljufýrdir ketlar, og hesin munurin verður síðani tikin við sum partur av grundgevingini fyri nýtslugjaldinum. Eingin sum helst dokumentasjón verður givin fyri hesum pástandunum, og vit hava meira enn varhugan av, at tað fyriheldur seg beint tvørturímóti. Tey eru nógv, sum hava havt stórar og dýrar umvælingar á fjarhitavekslararnar. Hvat endurnýgging (avskriving) viðvíkur, so heldur pástandurin heldur ikki. Vit eru vitandi um fleiri húsarhald, sum hava verið noydd at skifta hitavekslararnar út 8-9 ára gamlar. Hetta hevur kostað teimum umleið 17.000 kr umframt arbeiðsløn. Vit kunnu spyrja: "Hvussu nógvir ketlar og oljufýr munnu vera skift út í 8 ára aldri í Føroyum nýiga" ? Fasta gjaldið Fjarhitabrúkararnir rinda í dag 480 kr/ár í føstum gjaldi. Hetta hevur øll árini verið nevnt eitt tænastugjald, sum skuldi samsvara við tað, sum onnur gjalda fyri oljufýrstænastu. Eftir tógvi stríð eydnaðist okkum at fáa Fjarhitafelagið at ásanna, at brúkararnir fingu lítið ella einki fyri fasta gjaldið. Hetta hendi aftaná, at Fjarhitafelagið skrivliga hevði boðað frá, at teirra ábyrgd bert gongur til høvuðsventilarnar, og at teir tí ikki arbeiða upp á fjarhitaeindina hjá brúkarunum. Okkara niðurstøða er greið. Vit kunnu ikki brúka ein tænastuveitara, sum ikki kann arbeiða upp á hitavekslaran og ei heldur hevur eykalutir til hann. Fasta gjaldið eigur tí at verða strikað. Nú hendir tað løgna, at Fjarhitafelagið skiftir grundgeving fyri fasta gjaldinum eisini. Teir boða nú skrivliga frá, at at tað fasta gjaldið er ásett fyri at samlaði kostnaðurin av at nýta fjarhita skal vera tann sami, sum hjá teimum, sum nýta olju til upphiting. Tað vil siga, at fasta gjaldið er vorðið til eitt útjavningargjald. Seinni hava vit fingið onkra aðra grundgeving, sum gevur líka so lítla meining. Hví nevnir fjarhitafelagið ikki fasta gjaldið í kunningarskrivinum til brúkararnar? Íbindingargjaldið Vit skulu ikki gera stórvegis viðmerkingar til hetta gjaldið á hesum sinni, men kunnu vísa til notat okkara um hetta á heimasíðuni www.litlagil.com. Okkara niðurstøða er, at íbindingargjaldið átti at verið sett niður í helvt, ella gott og væl tað. Niðurstøða Brúkararnir hava als onga frágreiðing fingið, sum bara nøkulunda kann grundgeva fyri verandi nýtslugjaldi, føstum gjaldi og íbindingargjaldi. Vit settu okkum frá byrjan av fyri, at arbeiða sakliga við hesum málinum. Vit valdu tí at byggja okkara grundgevingar á sama grundarlag, sum Hitafelagið L/f í síni tíð og seinni Fjarhitafelagið P/f søgdu seg byggja á. Orðaskiftið, sum var við Fjarhitafelagið í næstan 3 ár um málið hevur víst, at Fjarhitafelagið hevur ongan vilja til at viðgera málið á sakligum grundarlag, og teir skifta grundgevingar hvørja ferð teir renna seg fastan við teimum gomlu. Vit hava tí ikki stórvegis grund til at seta Fjarhitafelagnum fleiri spurningar, men vit hava allar góðar orsøkir til at biðja um eina frágreiðing frá býráðnum: Heldur býráðið, at tað er rímiligt, at Fjarhitafelagið uttan víðari skiftir grundgevingar fyri prísunum, tá brúkararnir vísa á skeivleikar í prísgrundarlagnum? Heldur býráðið tað vera rímiligt, at Fjarhitafelagið brúkar egnar ódokumenteraðar pástandir sum grundarlag undir prísunum. Ætlar býráðið sær at gera sínar egnu niðurstøður í málinum? Brúkararnir hava fingið eitt lyfti um, at teir ongantíð skulu gjalda meira fyri fjarhitan, enn teir vildu goldið, um teir brúktu olju til upphiting. Vit halda okkum framvegis hava eina góða sak, og fara ikki at sleppa hesum málinum. Næsta stigið verður at brúkararnir fara at venda sær til býráðið enn eina ferð. Hoyvík, 19. oktober 2000 Gloymið ikki heimalívið! Tillukku við degnum. Aftaná skúlagond í 13 ár og stravnan eksamenslesnað hava tit nú frí. Eksamensokið og tann støðuga óróðin og spenningurin, kann nú leggjast aftur um bak. Ikki nógv er so herligt sum løtan beint aftaná náttarlesna og eksamenspress við høgum adrenalini at koma heilskapað út í hinum endanum. Beint nú liggur lívið víðopið fyri tykkum. Tit hava longsta partin av vaksnamannalívinum frammanfyri tykkum. Tit standa á einum sera áhugaverdum vegamóti. Frælsi Tit hava eitt frælsi, sum tit ikki fáa aftur - fyrr enn kanska seint í lívinum. Eitt frælsi at velja og frávelja. Tit eru leys av foreldrunum, fara nú av álvara úr reiðrinum og kunnu í hóskandi fjarstøðu frá teimum gera tykkara egnu áskoðanir. Lættari er at finna síni egnu bein burturi frá vanliga umhvørvinum. Parforhold binda tykkum ikki. Enn skuldu hesi helst bara verið romantisk og trupulleikaleys. Tað liggur so væl fyri hjá tykkum beint nú. Nógva orku nýtast tit ikki at brúka at hugsa um onnur. Tað kemur seinni. Útbúgvingarliga/vinnuliga eru møguleikarnir góðir í ár. Ein studentaskúlarektari segði nú um dagarnar, at møguleikarnir eru so stórir (tí árgangirnir eru so smáir og vinnulívið rópar eftir fólki) - at tey ungu vita ikki síni livandi ráð. Valmøguleikarnir eru ov nógvir. Eg veit ikki um valmøguleikarnir kunnu vera ov nógvir. Frælsið at sleppa at royna tær útbúgvingar, ein hevur hug til, er nógv vert - og soleiðis hevur ikki verið nú í mong ár. Ábyrgd Við frælsi fylgir ábyrgd. (Hesi orðini haldi eg vit hava hoyrt fyrr!). Kanska var tað eisini ábyrgdina, nevndi rektari sipaði til, tá hon helt, at tey ungu vóru so ótrygg - tí møguleikarnir vóru ov nógvir. Tað var onkursvegna lættari, tá onnur tóku avgerðirnar, t.d. avmarkaðu talið av útbúgvingarplássum. Fleiri møguleikar seta størri krøv til ábyrgd, til at tora, at taka avgerðir. Fíggjarliga eru tit ikki fræls enn, men minnist meg rætt, so vóru størstu projektini tá ikki fíggjarvánirnar, men hvussu best kundi fáast burtur úr teimum longu vikuskiftunum. Og strævið kundi tað eisini vera. Og við frælsinum kundi tað eisini kennast so sum so, tá hormonini gjørdu um seg, komu uppá tvørs á øllum planum. Og so verða tað allarhelst hesi, sum koma at hava avgerandi týdning fyri lívsleið tykkara. Tilvildini mugu vit eisini rokna við. Vit kunnu ikki velja okkum fram til alt. Tvey projekt fyri framman Fyri framman ligga 2 stór projektir og bíða eftir tykkum. Tveir maktpolar sum hála í og kappast um tykkum. Fyri 50 árum síðani, tá ommur og abbar tykkara - og serliga abbar - gjørdust pisur, var ein pisurøðu neyvan nýtt sum pallur at fortelja vælútbúnum pisum, at tær skulu nýta evnir og orku eisini til at fjálga um heimalívið. Heimalívið/ fam.lívið var ikki nakað, sum alment var tosað um. Fólk kendu sítt pláss. Familjulívið Soleiðis er ikki í dag. Ruðulleiki valdar innan familjuna og ávirkar útum familjuna, rakar vinnuna og teir almennu kassarnar. Trupulleikin er ikki bert privatur. Hetta byrjaði tá genturnar fóru at fáa sær útbúgvingar á sama støði sum dreingirnir. Og genturnar vildu vinna pening eisini. Tær tráðaðu eftir somu virðing og viðurkenning sum útbúgving og arbeiði góvu dreingjunum. Tað virksama arbeiðslívið dregur, meiri enn tað ofta einsamalla lívið heima við hús við barnaansing, matgerð og vaksing - og ongari inntøku. Henda kollveltingin við gentunum, sum vit síggja eisini er galdandi fyri Suðuroynna, og sum er kanska ein tann størsta kollvelting seinastu 50 árini, setur nú spor síni í heimalívið, vinnulívið og í politiska lívið eisini innan leingi. Kollveltandi, tá hugsað verður um, hvussu stutt tað er síðani, at fremsta uppgávan hjá gentunum var at vera húsmóðir, og at skúlagongd tí ikki var hildin so neyðug. Og maðurin var forsyrgjarin. Restir av einum hugburði, sum framvegis sporast. So stutt síðani, at hetta var dagligdagurin hjá ommum og abbum tykkara, sum fyri bert 20-30 árum síðani vóru ráðandi ættarliðið í landinum. Ikki so løgið, at tey politisku tiltøkini so ofta koma haltandi aftaná, nakrar generatiónir ov seint. Gentur og dreingir, tit fara nú undir víðari útbúgvingar og út í vinnuna og innan leingi fara nógv av tykkum at reiðrast, ikki sum pisur, men sum foreldur. Eg rokni tíverri ikki við at fara skeiv, tá eg sigi, at neyvan er ruðulleikin sum valdar í løtuni: at fáa familju/privatlív at sampakka við vinnulív, av, tá tykkara túrur kemur. Hetta verður ein trupulleiki hjá tykkum bæði gentum og dreingjum. Tá børnini, sum krevja bæði tíð og orku. koma. Tá standa tit aftur fyri einum vali, sum tit nú eru tvey um at taka. Og valið liggur ikki so beint fyri. Trýstið, um at fáa familjulív og vinnulív at ganga hond í hond, liggur í dag størri á gentunum enn á dreingjunum. Men hava genturnar ein trupulleika, so fáa tit dreingir tað eisini - skulu tit liva saman. Til genturnar vil eg siga: at húsmóðiryrkið og umsorganin ikki liggur so langt afturi í bakhøvdi tykkara, koma tit uttan iva at merkja. Nógv trýst kemur uttanífrá, frá vinnuni og teimum treytum hon setir, men trýstið kemur eisini frá tykkum sjálvum av egnum krøvum. Sleppið nøkur av hesum krøvum og sleppið dreingjunum(makunum) framat. Teir eru kanska ikki altíð so altráðir, og skulu viðhvørt haldast til við harðari hond ella motiverast, men kortini hoyrast teir ofta nøkur ár seinni sita og siga seg hava eina kenslu av at standa uttanfyri familjuna, børnini. Teir sluppu ikki uppí part. Báðir partar hava nakað at læra her, og veruleikin er, at tað er alneyðugt, at tit sum í dag standa javnbjóðis útbúgvingarliga nú taka felags - og eins stór tøk í heimalívinum. Og bæði hava nakað at vinna, tí eitt gott privatlív er onnur helvtin av tí heila lívinum. Útbúgvingin Hitt projektið, sum kanska liggur meiri frammaliga hjá tykkum beint nú, er útbúgvingin og vinnulívið. Tað er ein týdningarmikil partur av lívinum, og verður kanska tey fyrstu árini dyrkað meiri eldhugað enn hin privati parturin. Soleiðis kann tað eisini væl vera. Men ansið eftir ikki at gloyma privata partin - og tað verður serliga sagt til dreingirnar. Eitt gott lív krevur báðar partar, sum í veruleikanum eru treytaðir av hvør øðrum. Studentsprógv Tit hoyra til tann umleið 1/3 av einum ungdómsárgangi sum hevur valt at taka studentsprógv. Ein góð barlast fyri víðari útbúgving og persónligari menning. Tað sjálvsálit skúlagongdin hevur givið tykkum, skal haldast við líka og styrkjast. Tað gera tit best við at brúka tykkum sjálvi, evnini og orkuna. Tit hava lært sjálvstøðuga støðutakan, og at formulera tykkum. Nýtið hesi evnini. Setið spurningar við tað verandi og verið ikki bangin alment at koma fram við áskoðanum tykkara. Sjálvsálitið, sum er so týdningarmikið, veksur ikki av sær sjálvum. Tað veksur ein tumma hvørja ferð ein fær prógvað, at tað ein gjørdi ella segði, var rætt. Eldhugi og dirvi, sum eru sereyðkenni fyri ungdómin eru góð amboð til vaskandi sjálvsálit. Framtíðin Tá eg frætti, at her í Suðri vóru bert 8 dreingir, sum gjørdist pisur og 23 gentur, og at tølini í Havnini vóru 73 gentur og 37 dreingir, (á Kamsdali var tali javnt 19/19), á landsplan eru genturnar í stórum fleirtali (% 69 gentur og 31 dreingir) - tá undraðist eg. Hetta er greið ábending um, at viðurskifti í samfelagnum eru, sum gera støðuna fyri gentur og dreingir so ymiska. Hvat merkir hetta? Hví er tað so? Hvar eru dreingirnir? Vit kunnu bert gita. Í Danmark har gongdin er tann sama, helt ein mannligur granskari, at tað var tí, at skúlin var meiri lokkandi fyri gentur, hóskaði betur til tær, hetta at sita og arbeiða undir skipaðum viðurskiftum. Ein kvinnuligur granskari helt orsøkina vera, at dreingirnir høvdu lættari við at vinna sær skjótan og nógvan pening, og at ikki nógv slík arbeiði eru til genturnar. Hin vegin helt hon eisini, at hetta kundi vera óheppið fyri dreingirnar í longdini, tá samfelagshjólini aftur fóru at mala spakuligari. Hetta er vert at hugsa um. Hvar blíva dreingirnir av, og koma tær innaftur í útbúgvingar seinni. Vit hava ongar kanningar á økinum. Løgið, tá hugsað verður um, hvønn týdning tað hevur fyri framtíðar samfelagsstrukturin at vita, hvussu íbúgvarnir skipa seg við útbúgvinum, yrkjum osv. Og verður hugsað um decentralisering (útjaðarapolitikk), og at eitthvørt samfelag krevur bæði kynini, er nærliggjandi at spyrja, hvar allar hesar vælútbúnu genturnar eru um nøkur ár og hvar eru dreingir, bæði teir sum standa her í dag, og teir sum ikki eru her. Og vit vita, at ein støðugt størri partur av ungdóminum fær størri útbúgvingar. Vit vænta okkum nógv av tykkum, og gongur sum tað plagar, so mynda tit ella ein stórur partur av tykkum um eini 20 ár, tað ráðandi stættina í Føroyum. Tit eru tá í leiðandi størvum innan tað almenna, privatu vinnuna og í politikkinum. Hvørji tey átroðkani málini tá vera hjá tykkum at greiða er ikki lætt at at spáða um við tí rúkandi ferð, sum er á øllum. Góðan byrð og enn einaferð tillukku. Turið Betur seint enn ongantíð! Páll Petersen býráðslimur fyri Fólkaflokkin Gott Leivur Hansen, at tú nú er áhugaður í Kaldbaksmálum. Hesi seinastu 4 árini eg havi sitið í teknisku nevnd, hevur eitt av málunum í nevndini verið skúlagøta frá inni á Fløtum og út til skúlan, hettar hevur verið fleiri ferðir fyri, fyrst og fremst í Kaldbaksnevndin og í teknisku nevnd, og vit hav nakrar ferðir havty fund við Landsverkfrøðingin, uttan úrslit. Men nú hava vit so fingið boð frá L.V. AT nú kann gøta gerast, ikki dugi eg at síggja, at tú Leivur hevur gjørt nakað fyri, at hetta kundi gerast veruleiki. Tað uppskot ið kom frá Kaldbaksnevndini, íbúgvarunum og mær, bleiv kolldømt av Leivuri og Ronald sum báðir sita sum limir í Kaldbaksnevndini. Alla hesa tíð havi eg einsamallur av 5 limum í teknisku nevnd tikið undir við uppskotinum frá Kaldbaks fólki, tó undantikið seinastu ferð hettar var fyri í teknisku nevnd, tá vóru 2 av 5 limum sum tóku undir við uppskotinum, og var tað Schumann Hjartalin og eg sjálvur. So tú Leivur skal ikki pynta teg við hasum fjaðrinum, tí tú veitst at hasar fjaðrarnar eigur tú ikki. Vinnulívið og býráðspolitikkum Schumann Hjaltalin, býráðslimur og valevni fyri Sambandsflokkin Í Føroyum hevur tað ikki verið nakar greiður skilnaður millum vinnulív og so tað almenna. Um vit bert hyggja nøkur fáa ár aftur í tíðina so var tað ein stór samanblanding millum landskassan og vinnulívið, at landskassin í veruleikanum fór á heysin. Tað sama hevur gjørt seg galdandi fyri fleiri av kommunu kassunum. Fleiri av hesum kommunum hava sett pengar í skip og virkir sum ongin annar hevði sett eina krónu í. Orsakað av hesum eru hesar kommunur í dag at kalla framvegis undir umsiting. Tað mugu verða vanntøtt skottir millum vinnulív og kommunukassan. Kommunan skal ikki seta pening í vinnuvirkir. Kommununar leiklutir í samband við vinnulívið er at skapa fortreytir fyri at vinnan skal hava bestu umstøður at virka undir, soleiðis at havnaviðurskifti vegir og samferðslan annars er á so høgum støði sum gjørligt. Ansast má eftir at kommunan ikki leggur foringar í vegin fyri tí vinnuliga. Tað er ein royndur lutur, at nógv tann stórsti parturin av tí almenna virkseminum liggur í Tórshavnar Kommunu. Hetta má ikki gera tað, at býráðið so leggur seg afturá og gloymir, at tað privata virksemi er og skal verða tað berandi. Tøkk til Bjarna Leivur Hansen, borgarstjóri Tað frøir okkum í býráðnum stórliga at hoyra, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, hevur sett pening av á fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár til ferðslutrygdartiltøk á landsvegum kring um í landinum, m.a. á Hvítanesvegnum uppi við omankoyringina til bygdina. Júst ótryggu ferðsluviðurskiftini hjá Hvítanesbørnum á hesum vegamóti (á veg til og úr Hoyvíkar skúla) hava mangan verið umrødd í Hvítanesnevndini og teknisku nevnd hjá býráðnum. Fleiri fundir hava eisini verið við Landsverkfrøðingin um málið, og semja er um, hvussu trupulleikin skal loysast - nevniliga við eini smogu undir vegnum og eini gongubreyt niðan til Vegin Langa. Afturvendandi trupulleikin hevur tó altíð verið, at peningur ikki hevur verið tøkur til endamálið. Býráðið heitti fyrr í ár á landsstýrið og løgtingið um at hava hesi viðurskifti í huga í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina fyri næsta ár, og tað gleðiliga er altso hent, at áheitanin nú er tikin til eftirtektar. Tað siga vit tykkum enn eina ferð tøkk fyri! Ró nú, Høgni Hoydal Tú yvirraskar meg ferð eftir ferð Høgni Hoydal! Eg hevði ongantíð trúð, at tað skuldi bera til at snara og leggja fólki orð í munnin í tann mun, sum tú so meistarliga megnar. Jóannes Eidesgaard Hugsa bara um seinastu grein tína, har tú so sáttarsemjanndi í byrjanani leggur fyri við at siga við meg, at nú mugu vit tosa saman sum virðiligir menn fyri síðan í endanum í somu grein at leggja meg undir bæði líkt og ólikt alt frá landasviki til undanstøkking, tó uttan at brúka tey røttu heitini. Hetta eitur á einum fínum orði "manipulatión". Og hvat persónligum álopum viðvíkur, so gongur ikki dagur frá Gudi, at Jóannes Eidesgaard ikki fær eitt persónligt álop og bakbit fyri og annað eftir av teimum, sum sita við "Gamaliels" føtur, Nú ríður sjálvt tú lágt, Høgni Hoydal. Tú byrjaði við reistari pannu og stoltum málum, men nú er alt vent á høvdið. Frá vøkrum formuleringum um politiskt frælsi, so liggur tú nú mitt í politiska dunnuhylinum og blakar við runu. Tú veitst fullvæl, hvar tú hevur meg, og hvar tú hevur Føroya Javnaðarflokk í ríkisrættarliga spurninginum. Men tá tú ikki kann brúka hetta til egnan fyrimuns, so leggur tú mær og flokkinum onnur motivir til. Hetta er ótrúliga lágt og lítið virðiligt fyri ein mann, sum hevur sett sær sum mál at leiða tjóðina gjøgnum loysingina. Hetta er manipulatión og villeiðing í stórum stíli. Tað kann bert takast sum prógv um, at umframt navnframar fólkafloksmenn, so hevur sjálvt tú nú eftir øllum at døma eisini mist trúnna, og so er um at gera at fáa onkran heilt annan at standa við skuldini. Nei, Høgni Hoydal. Tak støðuna sum ein maður. Lat vera við at renna til ymiskar serfrøðingar í sjálvfylgiligheitum bert fyri at snara tosið inn á nakað heilt annað. Tú hevur møguleikan fyri tínum fullveldi, men opinbart torir tú ikki at taka av teimum treytum, sum fylgja við. Tað er sum so eisini ein erlig søk, men so kundi tú farið út og sagt tað, heldur enn at leggja meg undir landsskaðiligt virksemi. Fyri okkum at síggja er burðurin fullgingin, men tit tora ikki á soppin. Men hvørki eg ella Javnaðarflokkurin eigur barnið, so standið nú við tykkara gerðir. Góði Høgni Hoydal. Javnaðarflokkurin hevur sítt boð. Tað er eitt boð, sum tú ikki tekur undir við, men tað gerst ikki við og er eisini í lagi, tí vit kunna heldur ikki góðtaka títt boð um eina loysing. Hetta eru vanligar treytir í politikki, og tær mugu vit liva við. Tú hevur nú tína royndartíð til at vísa, um tað, sum vit heldur skemtandi hava kallað tykkara sandkassaprojekt, ber boð í bý ella ei. Gongur tað, so veitst tú uttan at ivast, hvør ið skal hava heiðurin, men gongur tað ikki, so tak tá eisini ábyrgdina, heldur enn at turka alt av uppá mín persón ella uppá Javnaðarflokkin. Verður boð eftir Javnaðarflokkinum og okkara uppskoti til eina sjálvstýrislóg, so eru vit til dystin fús, men fyribils eiga tú og samgongan næsta leik. Tað áhugaverda við øllum teimum trupulleikum, sum tú og Tjóðveldisflokkurin eru so upptiknir av - okkara identiteti, okkara máli, okkara tjóðarstatus og okkara møguleikum á altjóða leikpallinum - ja, har hava vit eisini loysnirnar. Okkara uppskot um eina sjálvstýrisalóg gevur okkum svarini, vit hava brúk fyri. "Keine hexerei, nur behendigkeit." Hvussu fara Hoydalsneytar at trívast í >>Mordaraklubbanum<>kalda krígnum<< og vit høvdu minni álit á alternativinum hjá >>tjóðveldiskammirátunum<< eystanfyri. Men vit fingu lisið og páskrivað afturfyri sum teir sosialdemokratisku revisionistisku svíkjarar vit vóru. Vit fingu t.d. at vita, ikki minst frá brøðrunum Hoydal, at einhvør, sum bara tosaði við ein Nato-mann ella pønsaði uppá nakrantíð at fáa Føroyar inn í mordaraklubban, vildi fyri ævigar tíðir verða brennimerktur sum landasvíkjari, (eitt orð, sum aftur er komið uppá móta hjá harra Høgna), kapitalistasvín og sleikjandi ørindasveinur hjá amerikonskum imperialistiskum gangstaraveldi. Teir brúktu nógv onnur kelinøvn, men hesi vóru tey vanligastu. Tað er altíð psykologiskt áhugavert at síggja, at teir, sum reelt altíð hava arbeitt móti føroyskt/donskum áhugamálum fyri fremmandar tjóðir, eitt nú Noreg, Sovjetsamveldið ella Ísland altíð eru skjótastir at brúka orðið landasvíkjari móti heiðurligum føroyingum. Annars høvdu teir eitt illaskrivað pubertilt speidarablað, sum æt Framin - í hesum klodduta tjóðveldisorgani skrivaði meginparturin av teimum føroysku studentum, sum høvdu álvarsom grammatisk problemir og tí kompenseraðu við at gerast tjóðveldismenn, tí sjálvandi høvdu danir skyldina av teirra kleyvarskapi. Í næstan hvørjum blaði trúttaðu teir paroluna: NATO úr Føroyum og Føroyar úr NATO, hetta var fyri teir allarmest áleikandi politiska mál! Vit aðrir hildu, at tað vóru heilt onnur mál, sum leikaðu á í Føroyum, eitt nú social og fíggjarlig viðurskifti hjá vanliga føroyinginum. Men nei, fyri teir var tað Nato og bara Nato, sum taldi. Blaðstjóri á hesum ússaliga meinigheitsblaði var pápi fullveldið, tá ein hin mest antiamerikanski kommunistatilbiðjarin í Keypmannahavn, nú imperialistiskt vælsignaður amerikanskur oljuvinur, harra Kjartan Hoydal. Í blaðstjóratíð hansara var hann so revolutionerur, at hann bara lat seg síggja í fótformaðum skóm, kastaðari Mao-skjúrtu og skrøddum neytabrókum - í dag er hann ikki rukkutur, men gongur nýstrokin og ansaligur í nálastrípaðum citydressi, vælbustaðum leðurskóm og imperiibyggjaraslipsi, tá ið hann ikki letur seg sjónvarpsmynda í ímutum oljuhjálmi, skitnum maskinklæðum og strembarafægu arm í arm við kapitalistinum, Poul Mohr. Gud viti, hvar teir báðir dálka seg? Ikki er tað av føroyskari olju, men hvør veit, kanska amerikanskari. Mem hon kann geva baksláttur! Jú, meira enn so - okkurt broytist á mansins ævi. Hetta átti at verið tankavekjandi fyri mong ung, sum hava latið seg heilavaskað av hesum skrupulleysu opportunistum ikki gjøgnumskoðað teirra maktsjúku, ja, kanska tikið teirra nationalistisku sápublørur í álvara. Nú fara teir aftur avstað til Danmarkar og nú skal alt aftur vera í loyndum, dyljast sum mansmorð fyri føroysku fjøldini - hetta er nakað, teir hava lært frá kammirátunum í Warszawa-samgonguni. Har var alt greitt á loynifundum, so kundi fólkið ikki blanda seg uppí. Vónandi fara danir ikki at eftirlíka teimum í hesum, tí hann, sum loynir bæði lýgur og bluffar - og tað er lagna Føroyinga, sum stendur uppá spæl. Men vitið eftir. Teir koma heimaftur sum teir eru vanir, sum grátikonur, ið vena seg við falskari jeremiadu um, hvussu illavornir danir eru. Teir halda fram við at kúga, eyðræna og mergsúgva okkum, alt meðan teir smyrja okkum av við 1000 kr. seðlum, sum mest detta niður í túninum hjá Høgna Hoydali og Zachariassi Wangi. Jú, víst eru danir fúlir, men teir hava boðið Høgna, at hann skal sleppa undan allari buking uppá fýra ár, men tað vil hann heldur ikki, so honum má dáma bank. Helst er tað, sum sagt hevur verið, at tjóðveldismenn eru masochistar. Summir teirra hava jú fingið danska >>útstationeringsviðbót<< fyri at vera millum sínar egnu. Hervaldið av landinum Tað er nakað av einum tigaralopi í opportunismu frá Karsteni í 1960 til Høgna í 2000. Karstin næstan græt um, hvussu grúiligt Nato var, nú biddar Høgni um ókeypis innivist sum óvápnaður snultaralimur. Ja, skomm er lítil í hesum monnum. Henda ábyrgdarleysa og púra ógrundaða Nato-kúvending, nú táið militeri vandin at kalla heilt er burtur, kann einans finna grundarlag í teirra privata endamáli, og tað er í markleysari egoismu at noyða eina anakronistiska og avgjørt óynskta fullveldisskipan niður yvir sakleysar landsmenn, ið ikki skoyta um teirra óhugnaliga ørvitisveldi, hóast tað verður vælpakkað inn í tøvdar, útslitnar og avoldaðar nationalar flosklar. Hesir diktatorisku høvuðkambar hava, sum ein javnaðarmaður tók til í 70-árunum, bara okkara neyðars plágaða føðiland sum hobby. Teirra >>føðilandsalskur<< er óektaður, larmandi og innantómur. Hartarbeiðandi føroyskar kvinnur og menn, sum stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman, hava ikki uppiborið at verða reduceraði til politiskt ítriv hjá forkelaðum mammudreingjum, sum hava fingið ókeypis útbúgving í Danmark, og nú ikki unna øðrum føroyingum ella komandi ættarliðum at fáa somu rættindi. Við undantaki av teimum, sum Høgni og sjónvarpið hava heilavaskað og manipulerað, so veit alt Føroya fólk væl, at tað er gerandislagnan hjá teimum, sum telvað verður um, og sum hesir steinøru menn brúka sum innsats í teirra vitleysa roulettspæli. Teir eru 100% líkaglaðir við landið og fólkið, nei fyri teir eru onnur bara amboð fyri maktsjúku, havisjúku og privatar ambitiónir. Og teir eru fornermaðir, ógvuliga firtnir við fólkið um, at teir ikki vilja vita av teirra ótespiliga Hoydalsveldi. Og vil tjóðin ikki sum teir, so vilja teir helst hava skift fólkið út, eins og Bert Brecht helt fyri á sinni. Tí teir eru totaliterir menn, sum ikki nakrantíð vilja góðkenna demokratiska mannagongd. Lat okkum minnst til, at meirilutin av hesum høvuðkambum vóru við at selja sína tjóðveldissál og Føroyar til eitt diktatoriskt bølmannastýri eystanfyri - nú eru teir í ferð við at velja okkum til NATO. Ófatuligt, at tolna føroyska tjóðin finnur seg í tí. Krage søger mage Teir vita væl, at grova Natosvikið kann ongantíð verjast við sakligum argumentum - hetta er jú orðloysing og ósømuligt svik móti øllum lyftum. So nú roynir Høgni Hoydal í argumentneyð síni at verja seg við, at teir ætla sær uppí eina serliga friðardeild av NATO, sum eitur Partnership for Peace. Høgni roynir at billa fólki inn, at menn brúka ikki vápn í hesi deild, bara brókatøk. Hetta ljóðar jú vakurt, ein serligur militerur friðarkrókur, har menn mest spæla kort í tí annars brutalu militeru samgonguni. Men hvussu friðarligir eru nú hesir, sum hava fingið serstatus og sum Høgni so fegin vil inn saman við? Jú, rætt er gitt - hesin kortbklubbi eru allir ófriðarkropparnir úr Warszawa-gonguni - teir >>gomlu kammirátarnir<< hjá feðgunum Hoydal inntil 1989, táið teir duttu oman av Berlin-múrinum. Meðan Pólland, Rumenia, Tjekkia, Baltisku londini, Bulgaria o.s.fr. flestøll hava fingið nýggjan politiskan yvirbygning, so er tann militeri - stórt sæð tann sami. Nakrir fáir officerar eru, men flestu bartrogini úr gomlu Warszawa-gonguni sita enn í leiðandi størvum, m.a. í Partnership for Peace, har Høgni nú vil inn at snulta. Meðan hinir gjalda og eru alvápnaðir - ætla Arnfinnur og Høgni sær inn sum gratistar við berum nevum! Kann nakað karaktiserast sum ein mordaraklubbi, so er tað felagsskapurin, Partnership for Peace við øllum teimum gomlu kaldakrígsmonnunum. Tað er ein nossligur drongur, sum vil dragsa føroyingar inn í eitt so spýggiligt selskap. Men fyri Hoydalsmenninar og aðrar kommunistiskar tjóðveldisleivdir vil tað vera eitt kærkomið høvi til at hálsfevnast aftur við øllum teir gomlu kammirátunum frá køldu krígstíðini. Vælgagnist føroyingum, um teir troysta sær at vera saman við slíkum yvirgangskroppum. Nei, vegna tess og tessvegna, at øll militerstøða í Norðureuropa í dag er fundamentalt øðrvísi, mega vit taka ta gomlu Framaparoluna fram og siga, at nú og fyrst nú er skil í henni: nú má Nato úr Føroyum og Danmark/Føroyar úr Nato. Í Mjørkadali sløðist helst enn onkur dani, sum hevði verið rørdur um at sloppið at drukkið Natoskál við Hoydalsmonnum. Hevði pápi mín upplivað, at tjóðveldismenn, enntá Hoydalsmenn hættaðu sær at søkja innliman í eina Nato-kliku, so hevði hann, sum hann plagdi, tikið til George Orwell, sum sarkastiskt næstan skrivaði skránna hjá tjóðveldisflokkinum, hesi andstyggiligu sekt: Kríggj er friður. Svart er hvítt. Hatur er kærleiki! Og vit kundu lagt afturat: Høgni, Arnfinnur og Zacharias Wang eru rættsiktaðir. Hetta eru dogmini, sum henda vitleysa landsgonga er baserað uppá. Er tað løgið, at menn á donskum arbeiðsplássum nevna hesar báðar láturligu figurarnar, Høgna og Arnfinn fyri Gøg & Gokke? Eitt er, at teir eru rukkur og ikki vita av tí sjálvir, men verri er, at teir gera hampaføroyingum fyri skommum. Hesir hjálparleysu amatørar og teirra ússaliga stýri fer skjótt yvir í søguna sum óvitastýrið, sum eingin, - heldur ikki teirra egnu - kundu taka í álvara. Sosialur íbúðarpolitikkur Jónas Johnsson valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum Føroyingar eru eftirbátar í sosialum íbúðarpolitikki. Vit eiga at byggja rørslugóðar íbúðir, serliga smáar við eittans verilsi. Tørvur er eisini á størri og bíligum rørslugóðum íbúðum, men tær minstu eiga vit í løtuni heilt víst at raðfesta høgt ella hægst. Eitt aðalmál við mini-íbúðunum er, at húsaleigan skal vera so lág sum yvirhøvur gjørligt og helst undir ein triðing av fólkapensjónini. Tær verða mótvekt móti teimum alt ov høgu leigunum í Havn. Nógv fólk í øllum aldri kundu hugsað sær slíka íbúð - eingin ivi kann vera um tað! Stakir tilflytarar, brekað, pør, sum ikki krevja tað stóra plássið. Helst er brúk fyri fleiri hundrað í kommununi. Tær verða lættar at selja og at leiga út. Tær fara sum heitt breyð. Tað er bert at hyggja í bløðini undir lýsingunum um kømur og smáar íbúðir - og tær vísa bert toppin á fjallinum. Íbúðirnar hava stórar fyrimunir fyri byggikostnað og spardum øki at verða samanbygdar. Í rakstrinum spara heitir veggir hita. Bert eitt tak er at røkja til fleiri íbúðir. Um lendið hóskar, kunnu íbúðir eisini setast omaná. Treytin er slætt tún frá hur til koyriveg. Fyri ein part skal kommunan blíva við at eiga lendið. Íbúðirnar á kommunalum lendi verða at rokna sum kommunalar sosialar íbúðir. Tær skulu ikki arvast, seljast ella latast øðrum leigara uttan við kommununi sum millumanni. Kommunan avger hvør næsti eigari ella leigair verður. Yvirskipað skal kommunan tó alla tíð miða eftir, at tann sosiali parturin fyllir sum minst og tann sjálvhjálpni frí marknaðurin fyllir sum mest - sjálvandi tað. Tað er ikki at skilja, hví ein slík ætlan ikki er sjósett fyri langari tíð síðani. Kommunan eigur at avseta og byggibúgva grundstykkir til slíkar og aðrar íbúðir sum skjótast í allari kommununi, líka av Argjum og norður í Sundini. Lærarin & Skúlin Johan Mortensen Valevni fyri Tjóðveldisflokkin Abbi mín var lærari. Pápasystur mín var eisini lærari. At vera lærari er eitt sera álvarsamt og krevjandi starv. Hjá mongum var hetta fyrr eitt veruligt kall , eitt starv við meining og innihaldi. Tíðanverri er tað ídag hjá mongum lærarum reducerað til eitt meira ella minni undirbetalt stressjobb. Øll minnast vit okkara fyrstu lærarar og tað stóru ávirkan teir høvdu á okkum, eina ávirkan fyri lívið. Fyri at ein lærari skal virka til fulnar krevst at hann hevur rímuligar umstøður at virka undir, bæði fíggjarliga og umhvørvisliga. Børn okkara skulu hava nøgdar lærarar. Skúlaverkið í Havn krevur stórar ábøtur. Nógvir skúlar eru niðurslitnir. Eisini er tørvur á fleiri skúlum, ikki minst forskúlum og frítíðarskúlum. Eisini hetta verður ein stór uppgáva hjá komandi Býráði at fara undir. Hon er líka týdningarmikil sum barna-ansingin og okkara eldri Havnarborgarar. Tjóðveldisflokkurin fer at loysa hesi mál á ein sømuligan og kostnaðarforsvarligan hátt. Kvinnur og kommunalpolitikkur Súsanna Dam valevni Sambandsfloksins til Tórshavnar Býráð Nú vit fara at velja nýggj bý- og bygdarráð, havi eg hugsað eitt sindur um, hví so fáar kvinnur verða valdar. Hongur hetta saman við tí vanliga lágu valluttøkuni til kommunuval? Eru tað kvinnurnar, sum ikki fara á val? Eg veit tað ikki, kundi verið áhugavert at fingið uppspurt. Hví fara so fá á kommunuval? Tað snýr seg hóast alt um stýringina av nærumhvørvi hins einstaka. Her verður trivnaðurin hjá húskjunum avgjørdur, so ein skuldi væntað, at kvinnur hava minst líka stóran áhuga í at fáa framt sínar ætlanir, sum menn hava. Eg veit væl at umberingarnar eru nógvar, og kunnu eisini tykjast góðar. Men eru tær haldgóðar. Ilt er at fáa eygað á nakað, sum er meira týðandi enn at hava ávirkan á trivnaðin og menningina av umstøðunum hjá hvørjum einstøkum. Hetta eiga kvinnur hava líka stóran áhuga fyri, sum menn, hví tær ikki eisini royna at fáa líka stóra ávirkan, sum teir, er at undrast á. Tað kann ikki vera so galið, at kvinnur í tí Harrans ári 2000 sita heima, tí tær ikki tora út. Kvinnur eru ikki og verða vónandi ongantíð eins og menn, og júst av hesi orsøk tørvar okkum eins stóra umboðan av kvinnum og monnum, har avgerðirnar um liviumstøður okkara verða tiknar, annars fáa vit ongantíð rættað teir skeivleikar, sum standast av, at kvinnur og menn virðismeta á hvør sín hátt. Vit telja helvtina av samfelagnum. Skulu vit støðugt lata um okkum ganga, at vit og okkara ætlanir ikki eisini telja eina helvt, tá peningurin verður býttur og avgerðirnar verða tiknar. Kvinnur! latið valið ár 2000 vera høvið, har vit vísa, at vit eisini vilja hava okkara fingramerki á samfelagsmenningina. Undirsjóvartunnil - og hvat so? Leif Waag Høgnesen, valevni javnaðarfloksins, skrivar: Fleiri og fleiri eru seinru árini vorðin sannførd um tað rætta í at gera ein undirsjóvartunnil - og um ikki fullveldi leggur fót fyri verkætlanini er ikki óhugsandi at koyrandi verður ígjøgnum um eini 5 til 8 ár. Hetta merkir bæði økt kapping og størri avbjóðingar fyri Klaksvíkina og norðoyggjar yvirhøvur, men so sanniliga eisini nýggjar og spennandi møguleikar. Handilslívið kann fáa eitt munandi kick rætta vegin, mentunarlívið og frítíðarvirksemið kann gerast munanhdi fjølbroyttari, tí við einum spennandi miðbýi og røttu tilboðunum er Klaksvíkin før fyri at taka kappingina upp - og her er tað rætta býráðssamgongan kemur inn í myndina! Og hvat við sjúkrahúsinum? Er grundarlag so fyri at avtaka hetta og flyta suður á Landssjúkrahúsið? - Nei, tí lat okkum venda spannini á høvdið - við styttri farleið kann Klaksvíkar sjúkrahús júst gerast sjúkrahúsið hjá stórum parti av Eysturoynni samstundis sum Landssjúkrahúsið í størri mun kann virka sum landssjúkrahús. Men alt hetta er ov langt at viðgera í einari stuttari grein her - so sagt við altjóða málburði - to be continued! Vel javnaðarflokkin! Tjóð uttan rættindir Høgni Hoydal Landsstýrismaður Vit kenna okkum sum tjóð, men vit skulu ikki viðurkennast og hava nøkur rættindir. Tað er nú staðfest við um frá Jóannesi Eidesgaard. Góði Jóannes Eidesgaard. Vit mugu tosa saman sum vaksnir menn. Ta_ er óvirðiligt at gera týdningarmiklar spurningar til persónlig álop og at gykla fólki nakað fyri, sum er beinleiðis skeivt. Hetta málið um viðurkenning føroyinga sum tjóð, snýr seg ikki um okkum báðar. Vit eru bert tveir av uml. 45.000 føroyingum, sum skulu velja okkara støðu frameftir. Men vit hava eina ábyrgd sum politikarar - at tala satt og at tala greitt. Og at gera vart við skeivleikar, sum máa burturav rættindunum hjá okkum øllum. Tað gleðir meg, at tú so avgjørdur vísir á okkara samleika sum tjóð. Hetta er jú tað, sum vit øll kenna og taka fram á okkara hátíðardøgum. Men hvussu ber tað so til, at vit ikki vilja verja tey rættindi, sum hesin samleiki gevur? Og hvussu ber tað so til, at tú stuðlar, tá máað verður burturav okkara rættindum? Hetta er sera álvarsligt, og tú førir so nógvar skeivleikar fram, at eg kenni meg noyddan at rætta teir. 1. Samleiki og rættindir er ikki tað sama At vit tosa føroyskt og syngja føroyskar sangir merkir ikki, at vit eru viðurkend sum serstøk tjóð í altjóðarætti. Annað snýr seg um okkara mentanarliga samleika. Hitt snýr seg um okkara fólkarættarligu støðu í heiminum. Tað er harmiligt, at tú ikki kennir mun á hesum báðum. 2. Eru ikki viðurkend sum tjóð Tað er eisini beinleiðis ósatt, tá tú sigur, at Heimastýrislógin viðurkenir okkum sum tjóð. Hetta setndur í eini føroyskari umseting, men vit eru als ikki viðurkend sum tjóð av donskum myndugleikum og tískil heldur ikki í altjóða fólkarætti. Tað varð staðfest, tá okkara mál ikki varð viðurkent sum tjóðarmál, men lýst sum minnilutamál. Og ein føroyingur er sambært heimastýrislógini ein dani, sum býr í Føroyum. Vit kunnu tíverri ikki fara við Føroya fólks sangbók til altjóða stovnar og halda okkum fáa rættindir. 3. Hava rættindi, um vit vilja Tú sigur enntá, at Heimastýrislógin forðar okkum í at venda okkum til altjóða stovnar. Tú samanber tað við at koyra yvir reytt. Hetta er beinleiðis skeivt. Vit hava fullan rætt at gera hetta, um vit ynskja viðurkenning sum tjóð. Ta_ varð júst tað, sum Gudmundur Alfredsson staðfesti í sínum uppriti. Um tú noktar fyri hesum, so hevur tú samstundis góðtikið, at vit eru ikki til sum tjóð. Og tað var hetta, sum eg helt tú átti at endurskoða og umbera fyri føroyingum. 4. Landsstýrið hevur hildið allar siðvenjur Tað er heldur ikki beint at Landsstýrið arbeiðir fyri at lima Føroya inn í NATO ella Partnership for Peace uttanum løgtingið. Vit royna bara at kanna, hvørjar verjupolitiskar møguleikar einar sjálvstøðugar Føroyar hava. Føroyingar hava ongantíð fingið innlit í hetta. At danska stjórnin eisini ber føroyingum rangar upplýsingar um hetta, ger tað enn meira umráðandi at vit royna at kanna tað sjálvim, so Føroya fólk kann taka støðu. 5. Heimastýrislógin framum altjóða rætt? Tí sigur, at Heimastýrislógin, sum er ein donsk fólkatingslóg, forðar okkum í at úttinna okkara sjálvsavgerðarrætt sum tjóð. Harvið sigur tú, at Heimastýrislógin er á hægri stigi enn altjóða fólkarættur. Hetta er sera, sera álvarsligt. Tí so hava vit als ongi rættindi sum tjóð. Greið støða Tú sigur, at tú stendur við hvørt orð tú hevur sagt í teimum málum, eg umrøddi. Eg fegnist um, at tú ert so greiður. Tað er gott at vita, hvar tú stendur: Tú er samdur við og sigur tað vera rætt, at danska stjórnin gevur ST villleiðandi upplýsingar og sigur, at føroyska tjóðin ongi rættindi hevur í altjóða høpi. Tú er samdur við og sigur tað vera rætt, tá danska stjórnin gevur føroyingum villeiðandi upplýsingar um okkara møguleikar fyri sjálvstøðugum verjupolitikki. Tú er samdur við og heldur tað vera í lagi, at danska stjórnin noktar at senda eitt bræv frá løgmanni víðari til aðalskrivaran í NATO. Er samdur við og stuðlar donsku stjórnini tá hon setir bæ_i Føroya Landsstýri og Uttanlandsnevnd løgtingsins til viks, og í altjóða høpi noktar at lýsa føroyskt sum tjóðarmál føroyinga. Hetta síðsta er serliga áhugavert tá havt verður í huga, at eisini tú stuðlaði hesum kravi í Uttanlandsnevnd Løgtingsins. Eg trúði, at talan var um eitt mistak og at hetta kundi ikki vera títt tjóðskparliga grundarlag. Tí helt eg tað sømdi seg við eini umbering. Men nú er so greitt, at tú veruliga meinar ta_. At vit bara skulu spæla eina tjóð her heima í veitslum óg á hátíðardøgum, men at vit onga viðurkenning og ongi rættindi skulu hava. Tað er harmiligt, men so er tað greitt. Heidi aftur silvur Heidi Andreassen framdi enn eitt bragd, tá hon svam undir gamla heimsmetið á 100 m frísvimjing í Sidney Svimjing Føroyar fingu enn eitt heiðursmerki, tá føroysku svimjararnir vóru í hylinum í nátt. Talan var um 100 metra frísvimjing, og Heidi Andreassen gjørdi ikki mætari enn at sláa heimsmetið, sum australska Priya Cooper átti. Hetta rakk tó ikki til gullmerkið, tí ein ísraelsk svmjienta var enn skjótari, og kom á mál 0,87 sekudn áðrenn Heidi. Nøgd og tó Um middagsleitið fingu vit orðið á Katrin Johansen, sum er venjari hjá føroysku gentunum, og sjálvandi var hon ovurfegin um úrslitið. Hetta var bara heilt fantastiskt, men sjálvt um Heidi er nøgd, so iðrar hon seg um, at hon ikki svam enn skjótari, sigur Katrin Johansen. Annars greiðir hon frá, at áhugin fyri finaluni var alstórur. Áhugin hevur alla tíðina verið ovurstórur, men serliga tá talan er um lokalar favorittar. Hesu ferð var tað ein australsk genta, sum hevði heimsmetið, og teir 13.000 áskoðararnir royndu sjálvsagt at gera sítt til at eggja henni. Víðari sigur Katrin, at í hálvfinaluni svam Heidi heldur róliga, og at hon tí byrjaði á geil 3, og ikki í miðjuni. Trýstið av at svimja í miðjuni er sera stórt, og tí vóru vit samdar um, at hon skuldi taka tað róligt í morgun. Hetta eydnaðist eisini, og hon sá út til at trívast fínt á triðfremstu geilini. Øll eru bilsin At enda sigur Katrin, at føroysku genturnar hava vakt almiklan ans her niðri. Fólk eru ovfarin av, hvussu góð úrslit tær hava fingið, tí tær eru somikið ungar, heldur Katrin. Bæði Heidi og Esther hava tvær kappingar afturat, áðrenn leiðin gongur heim til Føroya. Hósdagin skulu tær royna seg í 100 metra ryggsvimjing, og fríggjadagin verður 50 metra frísvimjing á skránni. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Við fyri at vinna Sigrun Mikkelsen telist ikki millum teirra, sum bara eru við fyri at luttaka. Sjálv sigur hon, at hon als ikki kann góðtaka at gerast nummar tvey, og hetta er ikki bara tos. Hon hevur so sanniliga eisini víst hetta í verki Profilur Tað man vera frá ítróttinum, ella skuldi man kanska sagt hond- og fótbóltinum, at navnið, Sigrun Mikkelsen, er vorðið kent millum lesararnar. Ígjøgnum fleiri ár var hon partur av kvinnuliðinum hjá Neistanum, sum var fullkomuliga einaráðandi í føroyskum kvinnuhondbólti. Eisini í fótbóltshøpi er tað vorðið talan um fleiri meistaraheitið við HB, tó at sigursrøðin her ikki gjørdist heilt so lang sum í hondbóltinum. Eisini sum ítróttaleiðari hevur hon havt sítt at takast við, og hevur hon í hesum høpi eisini roynt seg sum formaðu hjá HB, umframt at hon eiisni hevur vant bestu neistakvinnurnar. Nakað at liva upp til Sjálv greiðir hon frá, at tíðin í Neistanum byrjaði, tá hon sum 7 ára gomul fór at fáast við hondbólt. Eg havi spælt við Neistanum alla tíðina, og lat meg beinan vegin siga, at eg havi havt tað gott í felagnum. Sum venjari gjørdist eg eisini aktiv, og tá eg var eini 15 ár, gjørdist eg venjari hjá gentum 10. Eg vandi so hesar somu genturnar í eini fimm, seks ár, og síðani havi eg so eisini havt stuttleikan av at spæla saman við fleiri teirra. At byrja við vunnu vit ikki so øgiliga nógv, og serliga høvdu vit trupulleikar av at basa Kyndli. Hetta broyttist tó, tá vit komu upp móti eldru bólkunum. Kvinnurnar hjá okkum høvdu tá eisini vunnið alt í fleiri ár, so tað var nakað at liva upp til, á man umboðaði felagið í kvinnudeildini. Tað vísti seg eisini, at tá vit so komu upp í vaksnamannadeildirnar, so helt hendan sigursrøðin fram. Fyrsta lið hevði alla tíðina eina spakuliga útskifting, og hyggur tú t.d. at liðnum, sum vann so nógv í áttatiárunum, so var talan um leikarar í øllum aldursbólkum. Hini høvdu virðing Hetta hevur tó sjálvandi ikki verið einasta frágreiðingin til, at Neistin vann alt í somikið nógv ár. Hini liðini hava eisini havt góðar árgangir, so tað hevur kanska ikki bara verið evnini, sum hava gjørt munin. Vit spurdu eisini Sigrun, um tað bara var soleiðis, at tær vóru nógv betri, ella vóru tað eisini aðrir lutir, eitt nú venjingarstøðan, sum viðførdu hesa sigursgongd. Eg veit ikki rættiliga, hvussu eg skal siga. Vit mugu í hvussu so er hava verið betri enn hinar, tí í fleiri ár smurdu vit øll liðini av. Akkurát hví vit vóru so nógv betri, er eitt sindur ringt at siga. Ivaleyst hevur breiddin í hópinum gjørt sítt. Vit høvdu, sum nevnt omanfyri, fleiri góðar aldursbólkar, og tað vísti seg, at har var altíð onkur at seta við, tá leikarar góvust. Til samanberingar kann nevnast kyndilsliðið, sum nú hevur vunnið tvey meistaraheitið. Tær eru so at siga komnar fram í fremstu røð samstundis, men hinvegin ger hetta eisini, at tað verður torført at halda støðið, tí ov nógvar fella frá í senn. Eftir úrslitunum at døma, var mótstøðan lítil og eingin í áttatiárunum. Fyrst í nítiárunum gjørdist talan ofta um nógv meira spennandi dystir, men í flestu førum eydnaðist kortini at vinna bæði dystir og meistaraheitið. Var hetta kanska eisini orsakað av, at liðið hevði vunnið so nógv, og at virðingin frá hinum liðunum tískil var stór. Ja, tað hevur í hvussu so er kenst soleiðis, tá vit spældu. Tað tóktist ofta soleiðis, at mótstøðuliðið longu áðrenn dystin hugsaðu >>Náh, vit skulu spæla móti Neistanum<<, og so hildu tær kanska ikki, at nakar møguleiki var fyri sigri. Sjálvar settu vit okkum eisini høg mál. T.d. fóru vit altíð á vøllin fyri at vinna við minst tíggju málum. Gjørdu vit ikki tað, so vóru vit ikki nøgdar. Tað vóru sjálvandi eisini lið, sum megnaðu at spæla upp ímóti okkum, men fyri tey allar flestu var galdandi, at vit vóru førar fyri at vinna stórsigrar á teimum. Serliga var hetta galdandi seinast í áttatiárunum, har mótstøðan var sera lítil. Setti stór krøv Hetta at seta sær høg mál er kanska eisini ein partur av frágreiðingini til, at liðið bara helt á fram at vinna. Tað verður jú ofta tikið til, at tað torførasta er at halda sær á toppinum. Tað týdningarmesta er sjálvandi, at spælararnir halda tað vera stuttligt at spæla. Gjørdu vit ikki tað, so hevði tað als ikki borið til. Tað eru kanska fleiri, sum halda, at eg ikki altíð havi havt tað so stuttligt á vøllinum, tí sinnalagið havi eg altíð havt við inni á vøllinum. Sjálv havi eg tó trivist væl við hesum, tí tað at man leggur alt í at vinna, er jú eisini ein partur av spælinum, og hetta krevur jú eisini, at tú hevur hug til at vera við. Eg má siga, at fari við eldhuga inn á vøllin, og brenni eg til dømis ein 100% møguleika, so er tað ikki bara keðiligt. Tað líkist svartasta ongum, fyri at siga tað soleiðis. Man kann siga, at havi sett stór krøv. Bæði til mín sjálvs og til viðleikarar, og tað hevur avgjørt ikki altíð verið líka lætt. Hvørki hjá mær sjálvum, ella við- og mótleikarum, har eg ivaleyst onkuntíð havi verið ein sonn plága. Sosialt hava vit tó altíð havt tað gott saman, so man kann kanska siga, at eg havi verið ein annar persónur, tá eg havi verið á vøllinum. Lært frá hinum Í hesum sambandi leggur Sigrun afturat, at tað sum leikari hevur verið mennandi, at hon hevur havt royndar og góðar leikarar at kappast við. Tað hevur ment meg nógv sum leikara, at t.d. Rannvá og Svanna Hanusardóttir hava verið á liðnum. Hetta vóru leikarar, sum man sá upp til, meðan man var i yngru deildunum, og tað var eisin ilæruríkt at spæla saman við teimum. Eisini gjørdi hetta, at eg kom at spæla so at siga øll pláss á liðnum, tí meðan tær spældu, var sjálvandi eingin, sum soleiðis uttan víðari kom á mið- ella bakkplássini, har tær spældu. Hetta var annars pláss, sum eg hevði spælt á øll ungdómsárini, men tá eg kom á fyrstalið mátti eg byrja sum vongur, fyri síðani at arbeiða meg inneftir. Tað hevur í øllum førum ment meg nógv sum leikara. Bæði tí eg við hesum lærdi, hvussu leikluturin hjá øðrum spælarum er, og ikki minst tí eg við hesum lærdi, hvussu tær røktu sentralu uppgávurnar. Ikki bara hondbóltur Sum nevnt omanfyri, so hevur Sigrun eisni gjørt vart við seg í fótbóltshøpi Eg byrjaði faktist í B36, fyrsta árið at kvinnufóbtóltur varð leiktur í Føroyum. Eg var tó ikki við til at vinna FM við teimum, tí ein mánað áðrenn kappingin endaði, skifti eg til HB. Tað var eins og eg kendi, at tað var har, sum eg átti at vera. Vinkonurnar hjá mær spældu í HB, og tí kendist hetta meira náttúrligt. At eg skifti viðførdi, at eg ikki slapp at spæla við í finaluni, so henni mátti eg fylgja frá áskoðaraplássunum, og eg minnist eisini dystin sera væl. Hóast tað sostatt ikki gjørdist talan um gull fyrsta árið í HB, so komu tó fleiri gullmerki seinni. Vit vunnu einar tríggjar ferðir í 80'unum, og so vórðu aftur nøkur FM-heitið miðskeiðis í 90'unum. Eg var ikki við øll árini, tí fyrst í nítiárunum var eg í Danmark í útbúgvingarørindum. Eg fekk tó altíð verið við í onkrum dystum, tá eg var heima og ferðaðist, so eg kendi meg kortini sum ein part av liðnum. Eg veit ikki akkurát, hvussu væl vit dugdu at spæla fótbólt. Vit byrjaðu jú ikki, fyrr enn vit vóru á leið 18 ára gamlar, so tað var sjálvandi avmarkað, hvussu nógv vit høvdu lært. Viljin var tó altíð til staðar, og tað var kanska serliga hetta, sum gjørdi, at vit vunnu. Nógv av teimum liðunum, sum vit møttu seinni, høvdu leikarar, sum vóru yngri enn vit, og sum veruliga høvdu vant fótbólt frá barnsbeini. Tær vóru kanska betri fyri enn vit, men kortini høvdu tæ stóra virðing fyri okkum, og hetta gjørdi helst eisini mun. Hetta havi eg onkuntíð tosað við onkra teirra um. Eitt nú, tá vit hava verið á landsliðnum, har eg so hoyrdi til eldra endan. Tá vóru vit jú allar í sama báti, og onkur teirra tóktist nærum skelkað, nú tær sóu, at vit sum so bara vóru eins vanligir persónar sum tær. Alt hongur saman Sjálv ivast hon eitt sindur í, hvat hevur gjørt, at hon eisini í fótbóltinum kom at verða partur av einum vinnandi liði. Spurd, um hetta ikki eisini hongur saman við avrikunum í hondbóltinum, tað at vera von við at vinna, sigur hon, tað so avgjørt er ein partur av frágreiðingini. Tað, at man ikki er von við, og heldur ikki góðtekur, at gerast nr. 2. Jú, tað hongur saman. Eg havi ongantíð á nakran hátt góðtikið at verða nummar tvey. Tað kundi eg ikki funnið uppá. Um eg ikki vinni, so fái eg gron. Líkamikið um talan er um Ludo, ella hvussu? Ja, eg kann væl funnið upp á at runnið eina sigursrundu, um eg vinni í Ludo, ella backgammon, sigur hon flennandi. Nei, tað er bara soleiðis, at tað at tapa, tað klári eg ikki serliga væl. Hatta har við >>tap og vinn við sama sinn<< tað er so avgjørt ikki eg. Tað er jú heldur ikki soleiðis, at tú við vilja letur onnur lið vinna. >>Nei, nú hava vit vunnið so ofta, lat heldur onkran annan vinna í ár<<, tað kann ikki siga. Ert tú vanur við at vinna, so er einki annað nóg gott. Tað ringasta er kanska at síggja, tá onnur taka ímóti einum steypi, sum man heldur vildi átt sjálv. Gjørdist fótbóltsbossur Umframt aktiva leiklutin, so hevur Sigrun sum so eisini verið við til at skriva ein part av føroyskari fótbóltssøgu. Hetta var, tá hon gjørdist fyrsti kvinnuligi fótbóltsformaðurin í Føroyum. Tá eg var liðug at lesa, flutti eg sjálvandi heim, har eg í fyrsta umfari fekk starv í Klaksvík. Eg var tó framevgis aktiv í bæði hond- og fótbólti. Gunnar Mohr ætlaði so at fáa sær eitt sabbath-ár frá nevndararbeiðinum, og hann spurdi so meg, um eg ikki kundi fara upp í nevndina. Tað byrjaði so avgjørt ikki við tí, at eg skuldi verða formaður. Hetta kom ikki upp á tal, fyrr enn eg var komin í nevndina, og vit skuldu skipa okkum. Eg haldi, at teir langt síðani høvdu tosað sína millum um hetta, uttan at eg tó hevði fingið so nógv at vita, og tá sessurin so stóð mær í boði, ja, so hví ikki. Tað hevði eg so einki ímóti at royna. Sigrun sat so sum formaður í nærum trý ár. Spurd, um tað kanska var nakað serligt, at sita so høgt í eini mannfólkaverð, sigur hon, at sjálvandi var tað ett sindur serligt. Eg minnist serliga, tað einu ferðina, at ein spurdi ,um tað nú var rætt, at eg skuldi vera formaður í HB. Kanska ikki so nógv, tí eg var konufólk, men tí pápi mín var úr B36. Eg haldi tó ikki, at man kann siga, at tað var nakar ivi um, hvønn eg arbeiddi fyri, Kostaði Annars heldur Sigrun, at starvið, sum fótbóltsformaður var við til at stytta aktiva lív hennara. Tað var eins og alt kom at ganga upp í røkur hjá mær. Eg var formaður í HB, venjari hjá Neistanum, venjari hjá einum U-16 liði, umframt at eg spældi bæði hond- og fótbólt, so tíðin til onnur ting var ikki hin stóra. Sæð í bakspeglinum, so veit eg ikki, um eg hevði tíma at gjørt tað sama eina ferð aftuar. Tað viðførdi eisini, at man líka sum troyttaðist, og tá ferðin so fyrst varð sett niður, var tað sera torført hjá mær at koma í gongd aftur. Man skuldi kanska havt sagt nei til okkurt av hesum, men tað bleiv bara soleiðis. Neistin stóð í august og tørvaði ein venjara, og so játtaði eg at taka við. Landsliðið helt eg meg heldur ikki kunna siga nei til. Eg hevði ongantíð sjálv fingið hendan møguleikan, og eg kundi líka sum ikki taka møguleikan frá hesum leikarunum, tí eg visti, hvat tað merkti hjá teimum. Hendir ikki aftur Nú er aktivi leikluturin hjá Sigrun so av, men framvegis er hon at síggja sum áskoðari, tá dystir eru í Gundadali og uppi á Hálsi. Seinnu árini hevur einki av liðunum havt sama einaveldi, sum kvinnuliðið hjá Neistanum hevði, og spurd, roknar Sigrun ikki við, at hetta fer at henda aftur. Nei, tað rokni eg ikki við. Fyrst og fremst tí tað nú eru komnir pengar í bæði hond- og fótbóltin, og einki felag sleppur at hava ein so støðugan leikarahóp í eitt somikið drúgt áramál. Onnur feløg fara altíð at taka leikarar frá, soleiðis at stamman á liðnum verður brotin. Hjá monnunum hevur VÍF verið samanlagt nógv besta liðið seinnu árini, men onnur lið hava eisini stungið seg fram. Nøkur ár var tað Kyndil, onnur StÍF. Í fjør spældi Áki Olsen so við Neistanum, og var viðvirkandi til, at teir gjørdust meistarar. Hetta er eitt dømi um, at liðini ikki sleppa at halda eins væl upp á leikararnar, sum tey hava gjørt. Tað er kanska heldur ikki rætt fyri ítróttina, at eitt lið er so einaráðandi, men tað var kortini ótrúliga stuttligt at vera partur av einum slíkum liði.Profilur Sigrun Mikkelsen fødd 22.05.66 Spælt í Neistanum síðani hon var á leið 7 ára gomul, har hon spældi øll ungdómsárini. Kom í 1985 á besta kvinnluliðið hjá Neistanum, har hon hevur verið við til at vunnið í alt ellivu meistaraheiti. Onkur av árunum sum leikandi venjari. Spælt vi HB síðani 1985, og var her við til at vinna seks FM heitið Gjørdist fyrsti kvinnuligi fótbóltsformaðurin í Føroyum, og var formaður í HB í nærum trý ár. Er útbúgvin fysioterapeutur, og starvast í dag á verkhúsinum, Virkni. Býr saman við Hans Jákupi Mikkelsen, og eiga tey bæði fýra mánaða gamla Trónd. Flemming hevur einki hoyrt Hóast ensku bløðini í heilum nevna FCK venjaran, Roy Hodgson, sum møguligt evni til landsliðsvenjarasessin, so hevur FCK ikki hoyrt nakað sum helst um hetta. Stjórin í felagnum, Flemming Østergaard, sigur viði Ritzau, at teir als einki hava hoyrt frá enska fótbóltssambandinum. Vit kunnu ikki taka støðu til slatur og leysatíðindi, sum bert hava til endamáls at selja bløðini, sigur Østergaard. Enska fótbóltssambandið sigur seg ein lista við trimum møguligum evnum, sum teir í nærmastu framtíð fara at tosa nærri við. Í ensku miðlunum verður gitt, at hesir tríggir eru Roy Hodgson hjá FCK, Svenski Sven-Göran Eriksson úr Lazio og fraklendingurin hjá Arsenal, Arséne Wenger Ensku miðlarnir vilja eisini vera við, at Hodgson er favoritturin av hesum trimum, tí hann fram um hinar er enskur borgari. Nakað sum í stóran mun talar til fyrimuns hjá ærukæru bretunum. VB vann greipuna Føroyameistararnir úr Vági vunnu eisini sína egnu innandurakapping, og kvinnurnar stóðu einki aftanfyri Fótbóltur Tað stóð VB á øllum, tá óalmenna FM í innandurafótbólti var á skránni um vikuskiftið. Hjá monnunum var VB sjálvandi millum favorittarnar, nú teir endiliga høvdu vunnið FM, og favorittleiklutin livdu teir eisini upp til við maner. VB gjørdist nevnliga bæði framt og næstfremst hjá monnum, so hóast tað ikki eydnaðist at vinna kappingina um Løgmanssteypið í ár, so varð talan kortini um eina greipu til vágbingar. Eisini hjá kvinnunum gekst væl hjá heimaliðnum, tó at tær ikki vóru somikið suverenar í hesum. Nøgdar munnu tær kortini vera, um at tað eydnaðist teimum at vinna bæði gull- og bronsukrónur. Í kappingini vórðu eisini latin steyp til mest skorandi liðið og til mest skorandi leikararnar, og eisini her var tað VB, sum gjørdi um seg. Mest skorandi leikararnir vóru úr VB, og gjørdust Mikal í Lágabo og Gurið Mortensen vinnarar av hesum steypum við 10 málum hvør. Mest skorandi liðini vóru eisini VB hjá báðum kynum. Leikarar velja Fastur táttur á innandurakappingini er eisini avdúkingin av ársins leikarum. Hesi verða kosin av mótleikarum, og eru tað allir leikarar í fremstu deildunum, sum sleppa at atkvøða. Einasta treytin er, at atkvøðan ikki fer til ein liðfelaga. Undir borðhaldinum leygarkvøldið vórðu nøvnini so avdúkað. Ársins leikari hjá monnum gjørdist leikandi VB-venjarin, Krzystof Popczynski, meðan Rannvá Andreassen úr KÍ gjørdist ársins leikari hjá kvinnum. Á málverjaplássunum gjørdust vinnararnir Tróndur Vatnhamar úr B36 og Annika Hansen úr HB. Bæði kappingin og kjósanin av ársins leikarum, er annars nakað, sum flestu leikarar í landinum við spenningi síggja fram til. Umframt at tað verður kappast, er eisini sosiala samveran millum leikararnar í hásætinum, og ivaleyst er hetta eisini tiltrongt, eftir at hert kappingarár, har onkur illsinnisgleps ivaleyst eru fokin ígjøgnum luftina. Og at kappingin er komin fyri at vera, men neyvan nakar ivi vera um. Fyrstu ferð hon varð skipað var í 1991, og var hetta sostatt 10. ferðin á rað, at vágbingar rundaðu fótbóltsárið av. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo B36 styrkir seg Komandi ár spæla bæði Arnbjørn Danielsen og Heðin á Lakjuni við B36. Hesum hevur formaður felagsins, Kristian á Neystabø nú boðað frá. Tað hevur annars leingi verið at hoyrt, at hesir báðir skuldu fara til Havnar, men ikki fyrr enn nú, er alt endaliga komið upp á pláss hesum viðvíkjandi. Kristian á Neystabø sigur, at teir rokna við at fáa stóra gleði av leikarunum, og ivast heldur ikki í, at B36 við hesum fer styrkt undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Arnbjørn Danielsen hevur áður spælt við B36, og var í 1997 við til at vinna fyrsta FM-heiti felagsins í 35 ár. Í fjør var hann aftur at síggja í B68, men nú er so staðfest, at steðgurin har ikki gjørdist drúgvur. Heðin á Lakjuni telist helst millum mest evnaríku leikarar í landinum, og í B36 ivast tey ikki í, at hetta er góður fongur hjá felagnum. Orsøkin til skiftið, er fyrst og fremst, at Heðin nú flytir til Havnar. Venjaraspurningurin hjá B36 er nú eisini avgreiddur, og verður tað Piotr Krakowski, sum skal taka sær av hesum. Í fjør byrjaði Piotr sum hjálparvenjari, men eftir at sviin, Pelle Anderson, samdist við felagið um at gevast, stóð póllendingurin við stýrisvølin seinastu dystirnar á árinum. Áðrenn Fjórða samráðingarumfar byrjar í dag Henning Nicodemussen Tróndur Djurhuus á Føroya Tele Tróndur Djurhuus, fyrrverndi sjónvarpsstjóri, er settur í nýtt starv hjá Føroya Tele. Hann skal vera við til at menna virkisætlanir á stovninum Tróndur Djurhuus fyrrverandi stjóri í Sjónvarpi Føroya, er settur í nýtt starv hjá Føroya Tele. Tróndur Djurhuus skal hava eina stabsfunktión sum á Føroya Tele verður nevnd >>Strategi og forrætningsútvikling<<. Tað vil siga menning av nýggjum skipanum og tænastum, sum Føroya Tele fer at lata kundum sínum. Telefyritøkur úti í heimi fara alt meira inn í ymsar nýggjar tænastur. Bæði tíðindaflutning, undirhald og ymsar aðrar tænastur. Eitt tað nýggjasta er tann sonevnda WAP tænastan, har ein kann nýta fartelefonina sum eina aðra teldu. Stutt og greitt ber til at flyta Internetið yvir á fartelefonina og haðani avgreiða allar tær uppgávur, ein hevur. Tað veri seg bankaflytingar, tíðindaflutning ella hvat tað nú skal vera. Føroya Tele fer eisini at fylgja við hesi menningini og vil fegið lata kundum sínum allar tær tænastur, sum onnur feløg kunnu lata. Føroya Tele hevur tíðindatænastuna Olivant, sum ætlanin er at menna enn meira. Og her er upplagt, at Tróndur Djurhuus eisini er við í teirri menningini. Sum er, er tíðindatænastan hjá Olivant at rokna sum einhvør onnur vanlig tíðindatænasta. Men ætlanir eru úti í framtíðini til dømis at lata kundar gerast haldarar av ávísum tíðindum og tænastum, sum júst passa til tørvin hjá tí einstaka. Samstarv hevur verið millum Olivant og Sosialin á hesum øki. Men blaðmaðurin frá Sosialinum, sum hevur røkt hesa tænastuna, fer nú í starv sum tíðindamaður hjá Føroya Tele burturav. Magnus Dam og John Johannessen, Keypmannahavn - magnus@sosialurin.fo, john@sosialurin.fo Nú má røkka ella støkka FULLVELDISSAMRÁÐINGAR: Samráðingarfundurin millum stjórnina og landsstýrið í gjár var kanska tann seinasti í røðini um føroyskt fullveldi. Løgmaður var alt annað enn bjartskygdur áðrenn samráðingarfundin Vónirnar um eina loysn á fullveldismálinum vóru ikki góðar, áðrenn føroyska samráðingarnevndin fór á fund við donsku stjórnina klokkan 14 í gjár. Talan var hesaferð um fjórða samráðingarumfar, og higartil er fullveldistilgongdin nógv meira seinkað, enn landsstýrið upprunaliga hevði ætlað. Higartil hava tað verið ósemjur heldur enn semjur, sum hava merkt samráðingarnar, og landsstýrið kennir seg alt meira kroyst, samstundis sum tíðin er við at renn a undan landsstýrinum. Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevði tí ikki serliga góðar vónir undan fundinum í gjár. Vit hava nú fyrireikað fullveldistilgongdina í 2 og eitt hálvt ár. Vit hava samráðst trgíggjar ferðir uppá sjey mánaðir, og enn er eingin niðurstøða komin burturúr nøkrum av fundinum, sigur løgmaður. Annfin Kallsberg er sera misnøgdur við gongdina higartil. Hann vísir á, at landsstýrið hevur gjørt eitt umfatandi útgreiningararbeiði í Hvítubók, har roynt hevur verið at lýsa allar teir viðkomandi spurningarnar. Hetta er eitt arbeiði, sum vit upprunaliga høvdu ætlað at gera saman við dønum, men tað vildi stjórnin ikki. Vit gjørdu so hetta arbeiðið sjálvir, men hóast alt hetta tilfarið nú liggur á borðinum, heldur stjórnin fram við at vísa á, at neyðugt er at geva tol, gera fleiri útgreiningar og kanna alt niður í minstu smálutirnar. Hetta tykist mær alt meira at vera ein væl fyrireikaður sjónleikur frá danskari síðu, sigur løgmaður. Anfinn Kallsberg vildi ikki vísa aftur, at fundurin í gjár kanska var tann seinasti millum stjórnina og landsstýrið eftir verandi leisti. Nú mugu vit fáa staðfest, um tað yvirhøvur ber til innihaldsliga og innan tíðarkarmarnar at fáa eina loysn, sum báðir partar kunnu taka undir við, sigur ein avgjørdur løgmaður. Á fjórða fundinum var tí eitt orð ovast á dagsskránni, og tað var status - nú skal støðan gerast upp. Løgmaður vísir á, at danir higartil hava víst aftur at eftirlíka føroyska ynskinum um eina 15 ára langa skiftistíð. Viðvíkjandi ríkisborgararættindunum vilja danir ikki gera somu loysn fyri Føroyar sum fyri Ísland á sinni. Spurningurin um umsitingarliga samstarvið er ikki loystur enn, og har vilja danir hava nógv fleiri útgreiningar á borðið. Kongshúsið eru partarnir ikki byrjaðir at samráðast um enn, og gjaldoyraspurningurin er heldur ikki avgreiddur. Samanumtikið eru samráðingarnar so at siga ongan veg komnar, vísir løgmaður á. Vit mugu nú finna útav, um vit nakrantíð koma á mál, ella um partarnir eru so grundleggjandi ósamdir og langt frá hvør øðrum, at tað er ógjørligt at finna eina loysn. Eg havi jú sagt, at vit ikki fara út til eina fólkaatkvøðu, um tað er ósannlíkt, at meiriluti yvirhøvur verður fyri endaliga sáttmálanum, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður hevur sostatt lítlan hug at halda fram við at samráðast, um eingi útlit eru fyri, at endaligi sáttmálin fer at líkjast upprunaliga sáttmálaupplegginum hjá landsstýrinum. Hann sær heilt einfalt lítla og onga meining í hesum. Anfinn Kallsberg ivast ikki í, at endamálið hjá stjórnini er at draga samráðíngarnar út. Stjórnin vil hava okkum at greiða frá niður í hvønn smálut, hvat vit hava brúk fyri av umsitingarligum samstarvi í einum skiftistíðarskeiði. Hvussu nógvar embætismenn á tí og tí økinum hava vit brúk fyri, og hvussu nógvar tímar hava vit brúk fyri teimum. Hetta vita vit ikki ídag, tí vit vita ikki, hvussu nógv orka skal til fyri at byggja upp eina sjálvstøðuga umsiting. Viðvíkjandi øðrum økjum - eitt nú verjuøkinum og gjaldoyraøkinum, sum eru donsk málsøki - hava vit als einki innlit í viðurskiftini, vísir hann á. Stjórnin má nú siga okkum, um hon ætlar at halda fram við hesi kósini ella um hon vil slaka nakað og gera meira yvirornaðar avtalur um hesi viðurskiftini, sigur hann. Løgmaður vil ikki koma inn á, hvat hendir, um tað á fundinum vísir seg, at eingi útlit eru fyri einari semju. Men givið er, at vit so hava eina nýggja støðu, og landsstýrið má so gera upp við seg sjálvt, hvussu vit røkka málinum ella um málið sjálvt skal broytast. Magnus Dam og John Johannessen, Keypmannahavn - magnus@sosialurin.fo, john@sosialurin.fo Noyddir at gjalda ferðina sjálvir FULLVELDISSAMRÁÐINGAR: Teir tríggir løgtingslimirnir í uttanlandsnevndini, sum fóru til Keypmannahavnar á fund í sambandi við fullveldissamráðingarnar, fingu hvørki dagpening ella ferðina goldna frá løgtinginum Tá formaðurin í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, vendi sær til løgtingsskrivstovuna fyri at fáa ferðaseðlarnar til Keypmannahavnar hjá einum parti av limunum í nevndini goldnar, varð hetta sýtt honum. Løgtingsskrivstovan vildi ikki rinda ferðaseðlarnar, tí heilt greitt var, at nevndin fór ikki at verða viðtøkufør í Keypmannahavn. Andstøðulimirnir høvdu tá boðað frá, at teir ikki fóru at luttaka á fundinum. Heldur ikki bar til at fáa rindaðan dagpening til teir liminar, sum møttu upp í Keypmannahavn. Ferðin í Danmark er ikki nakað, sum vit á løgtingsskrivstovuni vita um, annað enn tað, vit hava sæð í pressuni, sigur Súsana Danielsen, stóri á løgtingsskrivstovuni. Flokkarnir rindaðu Í landsstýrinum eydnaðist heldur ikki at finna pening til ferðina til Danmarkar. Løgmaður hevði áður klárt meldað út, at uttanlandsnevndin, eins og áður, er vælkomin at vera til staðar á Christiansborg, men at rinda fyri ferðina vildi landsstýrið ikki. Vit mugu ikki blanda tingini saman. Vit hava skyldu at kunna uttanlandsnevndina, men tað hevði ikki verið rætt, um landsstýrið rindaði fyri ferðina hjá nevndini til Danmarkar, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Hann vísir á, at virksemið hjá uttanlandsnevndini er partur av løgtingsarbeiðinum og ikki landsstýrisarbeiðinum. Endin av hesum varð, at teir tríggir samgongulimirnir, Jákup Sverri Kass úr Sjálvstýrisflokkinum, Eyðun Viderø úr Fólkaflokkinum og Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum, fingu sínar egnu flokkar at rinda ferðaseðilin. Afturat teimum trimum, kom Álvur Kirke úr Miðflokkinum eisini við til Danmarkar at eygleiða samráðingarnar. Álvur Kirke er ikki limur í uttanlandsnevndini. Ætlaði fundurin í uttanlandsnevndini í Christiansborg í gjár varð ikki settur. Nevndin var ikki viðtøkufør, og tí vóru løgtingslimirnir bert eygleiðarar undir samráðingunum. Magnus Dam og John Johannessen, Keypmannahavn - magnus@sosialurin.fo, john@sosialurin.fo Føroyingar eiga avgerðarrættin FULLVELDISSAMRÁÐINGAR: Tað er føroyska fólkið og bert tað føroyska fólkið, ið ger av, um Føroyar skulu úr ríkisfelagsskapinum. Hetta slóð danski forsætisráðharrin enn einaferð fast eftir fundin í 21 mannanevndini í gjár Føroysku fólkatingslimirnir,Óli Breckmann og Jóannes Eidesgaard, settu í gjár báðir danska forsætisráðharranum spurningin, hvat hann meinar við, tá hann sigur, at hann ikki metir føroyingar at vera eitt >>sjálvstøðugt fókarættarligt subjekt. Hetta gjørdu teir á fundinum í serligu 21 mannanevndini hjá Fólkatinginum, sum fylgir samráðingunum. Svarið, teir fingu frá forsætisráðharranum var greitt. Hann segði, at tað er tað føroyska fólkið, sum sjálvt ger sína lagnu av. Tað eru føroyingar og bert føroyingar, ið ger av, um Føroyar skulu verða verandi í ríkisfelagsskapinum ella ikki, segði danski forsætisráðharrin. Hetta svarið eru báðir teir føroysku fólkatingslimirnir, sum eru eygleiðarar í 21 mannanevndini, nøgdir við. Vit hava nú fingið staðfest, at tað eru føroyingar sjálvir, ið avgera sína lagnu. Hetta sigur seg sjálvt, og tað er júst tað, vit vildu hava at vita, sigur Óli Breckmann. At vera eitt >>sjálvstøðugt fólkarættarligt subjekt<< er nakað, man er, tá man er ein suverenur statur, gjørdi forsætisráðharrin greitt. Hesum eru báðir teir føroysku fólkatingslimirnir samdir við honum í. Bústaður - ymiskar loysnir til ymisk fólk Rigmor Dam valevni til býráðsvalið í Havn Ein fleksibul bústaðarmarknaður er eitt krav í framkomna samfelagnum, har mobilitetur, bæði á arbeiðs- og bústaðarmarknaðinum, er eyðkennið. Tórshavnar Kommuna eigur at bjóða leiguíbúðir ella lutaíbúðir til fólk, sum av ymiskum orsøkum ikki hóska inn í vanliga bústaðarmynstrið og húsamarknaðin. Tað verið seg pensionistar, einsamallir uppihaldarir, lesandi, brekaði, menningartarnaði, misnýtarar, heimleys og sálarliga sjúk, ella bara fólk sum ikki ynskja at keypa hús, og harvið binda seg í ein mansaldur ella longur. Ásannast má tó, at allir hesir bólkar krevja ymiskar loysnir og eigur tí ein miðvísur bústaðarpolitikkur, í summum førum í samstarvi við landsmyndugleikarnar, at verða førdur. Onkur hava tørv á sambýli, onnur á íbúð við serligum atgongumøgulikum hjá rørslutarnaðum og uppaftur onnur bara einum kamari. Sum er, eru tey flestu latin upp í hendurnar á privata íbúðarmarknaðinum, har vantandi tryggleiki, høgir prísir og tilvildarlig góðska ráða. Tí eigur Tórshavnar Býráð at bera so í bandi, at leiguíbúðir verða tøkar, og sostatt geva fólki valmøguleikan millum traditionella bústaðarmarknaðin og onnur, kanska meira sosial, alternativ. Harumframt kunnu slíkar loysnir forða einum parti av spekulatiónini á húsamarknaðinum, av tí at vinnulív og privatfólk fáa eitt alternativ, til syndarligt høgu leiguprísirnir, sum nú valda á pørtum av leigimarknaðinum. Í løtuni er hetta útleigaranna skomm, men kan lættliga eisini blíva býráðsins, um ikki tiltøk verða sett í verk at forða øðrskapinum og stig tikin at broyta bústaðarmynstrið. Tíbetur eru vit ymisk og hava tí eisini ymiskan tørv. Nøvn í vikuni Andlát Seinasta hósdag andaðist Linvold Heinesen úr Sandavági 97 ára gamal. Seinastu árini hevur hann hildið til á Ellis og Røktarheiminum í Vágum. Hann hevur trivist sera væl á Ellisheiminum og heilsan hevur verið góð heilt til tað seinasta. Linvol var giftur við Annu Sofíu Eldevið ættað úr Elduvík og tey fingu 11 børn. Fýra av teimum eru eftir á lívi. Lagnan var hørð við Linvold, fleiri av børnunum doyðu heilt ung, men hann bar lagnuna sum ein maður. Linvold var sjómaður øll síni manndómsár og hann sigldi øll kríggsárini. Linvold var ein partur av bygdarmyndini í Sandavági og mangan var hann at síggja niðri á Trænum og luttók í prátinum við bygdarmenninar um viðurskiftini í Sandavági og kring allar heim annars. 60 ár Bjarni Bæk, dómpróstur, er føddur 25. oktober 1940 í Danmark og fylti sostatt fyrradagin 60 ár. Hann er sonur Johannes Bæk, ið millum manna var kendur sum missioner Bæk. Bjarni Bæk tók studentsprógv í Havn í 1959 og tók í 1968 guðfrøðiligt embætisprógv við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. Sama ár gjørdist hann hjálparprestur við Hvidovre Kirkju. Í 1972 varð hann settur í starv sum sóknarprestur í Lindhøj í Herlev. Sjey ár seinni kom hann til Føroya í starvið sum sóknarprestur í Suðuroyar Sunnara Prestagjaldi. Í 1989 varð Bjarni Bæk settur í starv sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar Eystara Prestagjaldi. Síðani 1995 hevur hann verið dómpróvstur við Føroya Stiftsstjórn. Síðani 1990 hevur Bjarni Bæk verið orlogsprestur hjá Færøernes Kommando og Flyvestation. Activ 30 ár Mikudagin vórðu liðin 30 ár síðani, at Martha Hansen í Havn lat upp kioskina Activ í Jónas Broncksgøtu í Havn. Men kioskin - ella handilin, sum vit heldur mugu siga, er ikki tann sami í dag, sum hann var tá. Hann er broyttur einar tríggjar-fýra ferðir síðani, men nú ber ikki til at vaksa meira um handilin, tí hann fyllir so at siga allan kjallaran, sigur Martha. Men ein kiosk í Havn í dag er ikki tað sama, sum í 1970. Tá stóð kundin við skivuna og mátti peika á ta vøruna, hann vildi hava. Í dag er handilin meira at kalla eitt mini-supermarket, sum tey siga aðrastaðni. Í dag selja øll alt - og kappingarneytar hjá kioskunum av hesum slag eru bensinsølurnar, sum í dag selja meiri kolonialvørur enn bilvørur. Og so er: Skalt tú hava bonivox ella hjólskálir til bilin, er úrvalið størri í Keypsamtøkuni, men skalt tú hava breyð ella kaffi, fært tú tað eins væl á bensinstøðunum... Onnur stór broyting hesi árini er, at nú hava kioskirnar nógv longri opið. Kortini hava tey afturlatið størstu halgidagarnar, men annars er opið frá tíðliga á morgni - eisini sunnumorgun, so um vit hava gloymt okkurt til sunnudagsdøgurðan, so er tað eingin katastrofa. Martha Hansen verður 64 næsta mánað, og hon er tí farin at fyrireika seg til at leggja frá sær. Dótturin, Peturbjørg, er nú dagligur leiðari í handlinum, men Martha fær illa hildið seg burtur. Í sambandi við føðingardagin hevur Kiosk Activ ymisk tilboð, eitt nú ísar fyri tríggjar krónur og ymiskt annað gott sum karamellur, sandwish og heitar pylsur, sum annars er nýggj vøra hjá teimum. 12 fólk starvast í dag í Kiosk Activ Dagfinn Olsen - dagfinn@sosialurin.fo Mpiri á ferð í Føroyum Føroyska kórið Mpiri hevur heimstað í Keypmannahavn, men vitjar í døgunum 27. - 29. oktober í Føroyum Kórið Mpiri kemur á vitjan í Føroyum í døgunum 27. - 29. oktober. Konsertir verða í Vestmanna, Gøtu og í Havn. Kórið leggur seg eftir at syngja nýggjari tónleik, eisini eftir føroysk tónaskøld, og hevur luttikið á fleiri spennandi tiltøkum í Danmark. Kórið er satt saman av 13 sangarum og er sprottið úr Húsakórinum í Føroyahúsinum. Kórið hevur tilknýti til føroysku kirkjuna í Keypmannahavn, Samuelskirkjuna. Kárið sigur í tíðindaskirivi m.a., at árliga Nordatlantisk Korfestival fyri útisetar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi, skipaði Mpiri fyri á vári í fjør. Kórleiðararnir John Høybye, Sunleif Rasmussen og Marianne Clausen stjórnaðu teimum 150 sangarunum á sera væleydnaðu kórstevnuni. Tá framførdi Mpiri tað fyrsta av verkunum hjá Tróndi Bogasyni, sum kórið hevur havt samstarv við alla sína tíð. Tilsamans hevur Tróndur Bogason skrivað seks stykki til kórið, so frumframførslur hava verið mestsum gerandiskostur á konsertunum hjá Mpiri. 1. apríl í ár hevði kórið ta størstu konsertina hjá sær higartil. Hon var á nýggju Foyerscenen, sum mentunarstovnurin Huset i Magstræde hevur gjørt. Tað mest krevjandi verkið á tí konsertini var nýggjasta verkið hjá Tróndi Bogasyni, Asbest, har kvæðastev rennur saman við rapp, nýmótans kórharmonium og indianskan sang. Á konsertini varð eisini lagdur stórur dentur á pallframførsluna: Kórið skifti alla tíðina kóruppstilling og flutti seg runt í rúminum, føroyski ljóstøkningurin Egil Barclay Hansen skapaði huglag og harafturat hevði Mpiri fingið samband við føroysku klædnalistafyritøkuna Pau, sum hevði gjørt serligar búnar til kórið úr føroyskari ull. Tað mest spennandi, sum er hent kórinum í seinastuni, er, at kenda føroyska tónaskaldið og kórleiðarin Sunleif Rasmussen hevur játtað at stjórna kórinum komandi árið. Kórið gleðir seg til ferðina í Føroyum og sigur soleiðis í tíðindaskrivi: Líka síðani Mpiri bleiv stovnað, hevur tankin um at fara eina konsertferð til Føroya verið til. Vit halda øll í kórinum, at tað verður avgerðandi avbjóðingin hjá útisetakórinum: At koma heim og vísa, hvat vit duga. Tí bleiv tað avgjørt, at hetta skuldi vera høvuðsverkætlanin hjá okkum í ár. Ferðin verður í døgunum 27. til 29. oktobur og fevnir um tilsamans 3 konsertir: Fríggjakvøldið 27.10 kl. 19.00 í Skúlanum í Vestmanna. Leygarkvøldið 28.19 kl. 20.00 í Losjuni í Gøtu. Sunnudagin 29.10 kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum. Olsen - dagfinn@sosialurin.fo Jyllandsposturin vigar løgmann Jyllandsposturin metir løgmann sum róligan mann, ið er væl umtóktur millum føroyingar, og sum ikki loypir framav. Í hvussu er ikki alment. Men blaðið staðfestir, at tað er komið fyri, at løgmaður er komin úr Forsætismálaráðnum "med en groggy attitude" Undan samráðingunum millum landsstýrið og donsku stjórnina, hevur Jyllandsposten 26/10-2000 eina lýsing av Føroya løgmanni, Anfinn Kallsberg. Blaðið kallar hann løgmann ella forsætisráðharra. Blaðið sigur, at nú er hann enn einferð á veg í Forsætismálaráðið í eini roynd at vinna føroyingum eina sjálvstýrisavtalu. Tann 53 ára gamli føroyski leiðarin við handilsútbúgving, ið er giftur og eigur tvey børn, setti seg fyri borðendan í samband við valið í 1998, skrivar blaðið. Landstýrið varð tá fyrst og fremst gjørt úfrá einum ynski um fullveldi og fólkafloksmaðurin fór í samstarv við Tjóðveldisflokkin, skrivar Jyllandsposten. Blaðið metir løgmann sum ein mann, ið sjáldan letur øði fáa vald á sær og sum ikki loypir framav. Í hvussu er ikki alment, har hann altíð er hóvligur maður. Groggy Tó so. Blaðið staðfestir, at undir undanfarnum samráðingum við donsku stjórnina er tað komið fyri, at Føroya løgmaður er komin heldur kroystur á líta úr Forsætismálaráðnum. "Under de tidligere forhandlinger med den danske regering har Kallsberg dog et par gange kommet ud af lokalerne i Statsministeriet med en groggy attitude, fordi de færøske oplæg er blevet fejet af bordet af den danske regerning", skrivar Jyllandsposten. Blaðið staðfestir, at undan samráðingunum eru "fronterene trukket skarpt op", orsakað av orðingini í brævinum hjá Poul Nyrup Rasmussen til løgmann, har ivi tykist verða sáddur um rætt føroyinga til at taka avgerðir um framtíðina og um støðu Føroya sum tjóð. Álit hóast soltið Blaðið staðfestir, at hóast samráðingarúrslitini hjá føroysku samráðingarfólkunum tykjast heldur soltin, so vísa kanningar, at Føroyingar enn hava álit á løgmanni og at hann er maðurin, ið føroyingar helst vilja hava í løgmanssessinum. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Vísa bilar fram á Tvøroyri Leygardagin og sunnudagin verður stór bilaframsýning á Tvøroyri Í morgin og sunnudagin verður stór framsýning av bilum í ítróttarhøllini á Tvøroyri. Tað er Gamlaársnevndin á Tvøroyri, sum skipar fyri framsýningini Hetta er ein tann størsta bilaframsýning í Suðuroynni nakrantíð. Sjey av teimum stóru bilasølunum í landinum verða við og tilsamans fara tær at vísa yvir 20 ymisk bilamerki fram. Teir, sum fara at vísa fram eru: Bilfríðkan, Johs. Berg, Nordbil, Ivan Johannesen, Esmar Simonsen, DB-Bilar og Wenzel Petersen. Framsýningin er opin leygardagin og sunnudagin frá kl. 14-20 Gamlaársnevndin er eisini í holt við at fyrireika eina neytamykjukapping, har vinningurin er ein fyrsta floks trý ára gomul kvíga. Eykaviningar eru ein veðrur og ein gás. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Óeydna forfylgir nýggju Sandoyarferjuni Fyrst var skrokkurin ógvuliga nógv seinkaður av skipasmiðjuni í Pólland. Og fyri at tað ikki skal vera lygn,liggur hon nú veðurføst í Danmark Skrokkurin til nýggju sandoyarferjuna kemur ikki til Føroyar í dag, sum ætlað. Nei, tað tykist sum um tað er ongin endi á trupulleikunum hjá nýggju Sandoyarferjuni. Fyrst varð hon seinkað av polsku skipasmiðjuni í fleiri, fleiri vikur, men í dag skuldi skrokkurin so loksins koma til Føroyar. Men tað verður av ongum og enn er óvist, nær hann kemur. Annars fór skrokkurin úr Póllandi seinnapartin leygardagin og varð veðrið til vildar, skuldi hon koma á Skála í dag. Á Skála skipasmiðju høvdu tey gjørt seg til reiðar at bróta upp um armar og at seta øll segl til fyri at fáa hana lidna. Og 5. mars næsta ár var dagurin, sum skipasmiðjan hevði lovað at ferjan skuldi vera liðug og kundi latast Strandferðsluni. Ringt veður Men nú er tað greitt, at ferjan er seinkað einaferð enn. Thormund Johannesen á Skipasmiðjuni sigur, at veðrið at sleipa skrokkin heim hevur ikki verið til vildar. Teir fyrstu dagarnar gekk sleipið annars væl og fyrsta samdøgurið hildu teir eina ferð uppá 7,7 míl.Tað er hampiliga gott, tí tá ið tað gongur heilt gott, kann ikki roknast við, at ferðin fer upp um átta míl. Men tað gekk ikki longur enn til Skagen í Danmark, har hann nú liggur og bíðar eftir líkindum. Skrokkurin kom til Skagen í Danmark týsdagin, og har hevur hann ligið líka síðani við sama lag og bíða eftir veðri. Men veðurforsagnirnar benda ikki á, at tað verður fyrsta dagin, at skrokkurin kemur til landið. Thormund Johannesen sigur, at tað verða rættiliga strong krøv sett til sleip av hesum slagnum. Tað er Norsk Veritas, sum stendur fyri sleipinum og sum sostatt eisini setir krøv til veðrið, sigur Thormund Johannesen. Hann sigur, at kravið til eitt slíkt sleip er, at vindmegin má ikki fara upp um vindmegi seks eftir tí gamla skalanum. Tað eru 14 metrar um sekundið eftir tí nýggja skalanum. Tað er ikki nógvur vindur hesa árstíðina og hesar seinastu dagarnar hevur tað verið meiri vindur enn tað, og so er onki at gera uttan at leggja seg at bíða til tað batnar. Ferðin til Føroya er býtt sundur í legg og tað verður tikið eitt legg í senn. Næsta leggið gongur úr Skagen upp til Lindesnes í Noregi. Síðani gongur leiðin til Hetlands og seinasta leggið er so strekkið úr Hetlandi til Føroyar. Men áðrenn farið verður undir eitt legg, krevst, at veðurforsøgnin boðar frá minni vindi enn 14 metrum um sekundið í tvær ferðir so langa tíð, sum leggið er mett at taka. Thormund Johannesen veit ikki enn, um hetta fer at føra við sær, at dagurin, tá ið ferjan skuldi latast Strandferðsluni, aftur verður útsettur. Tað veldst sjálvandi um, hvussu leingi skrokkurin kemur at liggja veðurfastur, sigur hann. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Tey eldru fingu sítt Mótaframsýningin hjá Miðbýarfelagnum hevði nógv ymiskt at bjóða uppá. Mikukvøldið var tó mest ætlað teimum meira tilkomnu, og tey fingu sanniliga eisini sítt at gleðast um, men tey ungu og børnini verða tó ikki heilt við sviðusoð Hýrurin varð góður millum tey, sum vóru komin saman í Havnar Klubba at skoða nýggjasta mótan næstu tíðina. Her fingu áskoðararnir eina góða ábending um, hvussu ein skal verða klæddur, um ætlanin er at gera vart við seg við klædnabúnanum. Fult var ikki í Klubbanum, men tey hjástøddu fingu tó eina fína uppliving, um ikki verður hugsað um teir stóru stólparnar, sum forðaðu útsýni hjá nøkrum. Myrkt og heitt Litirnir á nýggjasta mótanum eru fyri tað mesta myrkir, og nógv svart varð at síggja. Hóast svart var dominerandi liturin, var tó eisini fjølbroytni í litunum. Tað er nú øllum greitt, at frá nú av gerst tað ikki heitari her á landi. Tí var eisini nógv av heyst- og vetrarklæðum á teimum, sum gingu aftur og fram eftir pallinum, so sleppast kann undan at vera stirdur fyri at vera modernaður í vetur. Jákup Magnussen, útvarpsmaður, var vertur á mótaframsýningini, og hann segði, at mótin hevur verið sera opin seinastu árini. Hann legði til merkis, at okkurt hongur eftir frá summarmótanum, tí onkur blóma var at síggja á klæðunum. Tað var Benetton, sum legði fyri. Benetton sýndi fram barnaklæði, og fleiri børn vóru modell. Yngsta modellið var ein bara eitt ára gomul genta. Fyri Skótabúðina gingu tveir ungir dreingir. Skótabúðin hevur mest útiklæðir, sum hava til endamáls at halda fólk turr bæði um føtur og kropp. Tríggir av handlunum selja mest klæðir til tilkomnar kvinnur. Tað eru Vogue, Skálabúðin og Madam L. Allir hesir handlar høvdu stílfull klæðir til bæði yngri og eldri vaksnar kvinnur. Kissa borðreiddi við teimum vanligu klassisku klæðunum til vaksnar menn, og modellini vóru bæði omanfyri tey hálvthundrað. Línbúðin hevði spennandi undirklæði til konufólk at bjóða, meðan Niels L. Arge sýndi fram ymiskar prýðislutir. Skógvarnir vóru frá Fótbúna og Kjallaranum, meðan hattar og taskur hevði Mina Wilhelm latið. Umframt hetta hevði salong Tóta eitt hárshow, har fleiri ung vóru á pallinum í senn og nærmast høvdu vant eina ordiliga framførslu. Røktan stóð fyri make up. Mótaframsýningin hjá Miðbýarfelagnum er býtt í tvey. Tey fyrstu eru mikukvøld, meðan restin er hóskvøld, tá fleiri ungdómsklæðir verða at síggja, og tá verða handlarnir Thomas Dam Ítróttur, Fandango, Fljóðið, Handilskjarnin Damur og Harrar, Hon & Hann, Kallkyn, Millennium, Mótaskálin, Seytjan, Sirri, Vilma og Kvilt Hárfríðkan. Meðan mótasýningin fer fram verður eisini okkurt ábit. Góðgæti er frá Damfar, Poul Hansen og Føroya Keypssamtøku. Hølini hava Akkuleya og Trónd Hansen pyntað. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Arbeiðsgevarin skal gjalda Málið um tríggjar frisørar, sum fingu lærlingaløn, sjálvt um eingin sáttmáli varð undirskrivaður, er nú avgreitt, og lærumeistarin er dømdur at gjalda teimum vanliga løn tó uttan rentur Eystari Landsrættur viðgjørdi málið um frisørlærlingarnar 3. oktober, og niðurstøðan var nærum tann sama sum Føroya Rættur kom fram til. Eitt sindur varð tó skarvað av lønini hjá einum av frisørunum. Málið snúði seg um, at tríggir ungir frisørar arbeiddu fyri lærlingaløn uttan at sáttmáli varð gjørdur. Frisørarnir kravdu tí at fáa løn samsvarandi sáttmálan við arbeiðsfeløgini í tíðini, tær høvdu arbeitt uttan lærlingasáttmála. Semja varð gjørd millum partarnar, sum segði, at um høvuðskrøvini saman við sakarkostnaði vórðu goldin í seinasta lagi fríggjadagin 6. oktober, so vórðu renturnar sleptar. Hildið varð, at um renturnar vórðu sleptar, gav hetta betri hug at gjalda. Saksøkjarin var eisini bangin fyri, at tann saksøkti fór víðari við málinum. Arbeiðsgevarin hevur játtað at ganga undir hesar treytir, og frisørlærlingarnir hava nú fingið peningin. Talan er um góðar 80.000 krónur, sum arbeiðsgevarin av røttum skuldi gjalda trimum frisørum. Henda lønin er nú goldin av arbeiðsgevaranum. Niðurstøðan í hesum málinum er, at arbeiðsgevari, sum tekur ung fólk í arbeiði uttan at skriva lærusáttmála, skal rinda eina hægri løn enn lærlingaløn. Hetta er staðfest í hesum málinum. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Ferðsluóhapp við kirkjugarðin Í gjárkvøldið á midnátt rendi ein bilur í garðin framvið kirkjugarðinum. Bilurin fekk stóran skaða, meðan førarin fekk smærri snuddir Í gjárkvøldið klokkan 12 kom ein bilur koyrandi oman framvið kirkjugarðinum í Havn. Tríggir ungir dreingir vóru í bilinum. Førarin misti tamarhaldið á bilinum og fór lúkst inn í garðin. Eftir bilin stendur eitt stórt gapandi op. Talan er um ein Toyota Corolla persónbil. Bilurin fekk stóran skaða, og allarhelst er bilurin vrak. Førarin fekk eina fliku í høvdið og eisini pínu í høgru síðu á kroppinum. Annars hendi ikki stórvegis mansskaði. Fær borgarin nokk fyri skattapeningin? Daisy Sloan, valevni hjá Fólkaflokkinum Hetta er trupult at siga, eg kenni ikki svarið, men øll hava síni serligu ynski í mun til sín persónliga tørv. Og í eini støðu, har politikarar skulu býta eina >>skattakøku<< soleiðis, at allir bólkar í kommununi fáa sín rímiliga part, verður úrslitið, at fleiri øki, kanska øll, liggja í hálvum gekki, borgarin fær eina hálva loysn. Raðfestingin manglar ella er tá skeiv, og øðrvísi raðfesting er kanska mátin, tí veruleiki er at: tað eru rættiliga nógvar familjur, stakir uppihaldarar, ung, eldri og rørslutarnað, sum ongan bústað hava. pensjonistar og onnur hava onki alternativ, skuldu tey ynskt ein minni og/ella ódýrari bústað tað eru nógv børn, sum onki ansingarpláss hava í dagrøkt ella dagstovni øll børn eiga, men hava ikki sama rætt til forskúla og frítíðarskúla skúlarnir eru ov smáir ongin skúlalækni er í Tórshavnar kommunu ikki allir nýføðingar í kommununi fáa vitjan av heilsusystir bíðilistin í Tórshavnar Musikkskúla er langur vegirnir treingja nógva staðni til ábøtur tað treingir til at fríðkast um nógva staðni í býnum og eg kundi hildið fram. Fólkaflokkurin ætlar at gera nakað við hetta, og við atliti til, at skattatrýstið ikki økist. Áheitan á Føroya Tele! Atli S. Justinuseen Árnafjørður Eg vil við hesum reglum inniliga heita á Føroya Tele um at skipa soleiðis fyri, at vit íbúgvar í Árnafirði eisini kunnu nýta okkara GSM fartelefon óavmarkað. Í løtuni kunnu vit ikki nýta GSM fartelefonina í okkara heimbygd, samstundis sum vit gjalda fastgjald fyri hesa tænastu, sum vit ikki kunnu brúka meir enn 70-80%. Eitt er tó vælskiljandi at ikki ber so væl til at røkka øllum kundunum í landinum samstundis, men vinarliga havi okkum í huga, tá tit gera næsta stig, tí sum støðan er í løtuni, so er hetta ógvuliga ótolandi, at man ikki kann nýta hesa telefon, haraftrat kann viðmerkjast at her er stórur aktivitetur innan fyri vinnulívið. Marita Petersen 60 ár 21.10.00 Merkiskvinna seksti ár klótur snara - tíðin gár barnatíð í Vági rann fjørður aldi mangan mann lívgandi for fólk og vinnu rann her rót hjá merkiskvinnu tíðin mundi fornar siðir brýna vunnu kvinnur rættin fram á pall at trína stolt á landsins hægstu rók fyrsta kvinnan leiðslu tók harðir mundu stormar landið herja kravdist bjarging, haldgóð verja mundi frúgvin Marita um hallir fara fremst í mann- og kvinnuskara droyrreytt litar benjardøgg tráddan vøll, har djúpt fall høgg dimmið lætti víðvølli frá stinn hon mundi standa tá havið stóra vísti tenn skútan stolta siglir enn merkiskvinnan Marita mundi sterk um pallin fara hitnaðu hjørtu í kvinnuskara vit geva ljóð á stóra degi tøkk fyri treysti, mátt og megi ljóða skulu ynski vár til lukku Marita - seksti ár Tórgerð, Elin & Jonhild Handlar `i Havn Johan Mortensen Valevni fyri Tjóðveldisflokkin Vit hava heilt fitt av handlum í Havn. Er talið og útboðið av handlum nøktandi vil tann nátúrliga kappingin millum hesar tryggja borgarunum vørur til kappingarførar prísar. Men handilslívið skal hava góðar umstøður at virka undir. Eg skilji at tað ofta er rættuliga stór misnøgd millum handlar í Havn við hvussu ferðsla, parkering, upplatingartíðir og onnur viðurskifti verða umsitin av Býráðnum. Um handilslívið heldur at nakað er at finnast at hvussu Býráðið umsitur teirra áhugamál so er nakað galið og eigur slíkt at at verða kannað og broytt beinanvegin. Bureaukrati og illvilji skal ikki forða handilslívinum í at virka til fulnar. Tjóðveldisflokkurin vil taka sær av áhugamálum teirra handlandi. Góði Páll Leivur Hansen, borgarstjóri Leivur Hansen, borgarstjóri Tak tú tær bara endiliga heiðurin av skúlagøtuni í Kaldbak, sjálvt um tú lítlan og ongan lut eigur í, at málið nú er loyst til gleði fyri øll. Men tú manst ivaleyst hava meira brúk fyri tí enn eg, so Páll Petersen - vælgagnist og gott val! ODDAGREIN: Svínabundin Føroyskir skattaborgarar, sum hava goldið umleið 100 mill. kr. til nýggja vaktarskipið Brimil, mugu lata sær lyndi í óvissa tíð framyvir bara at síggja sítt spildurnýggja vaktarskip í bløðunum ella á sjónvarpsskíggjanum. Brimil liggur nevniliga svínabundin í Noregi og sær tað út til, at hann kemur at liggja har í langa tíð. Orsøkina kenna vit øll: fakfeløgini hjá manningini nokta fólki sínum at sigla skipið heim soleingi landsstýrið ikki vil samráðast um ein lønarsáttmála fyri manningina á nýggja vaktarskipinum. Landsstýrið hinvegin fer upp á bakbeinini og sigur kortanei til at samráðast, soleingi talan er um eina hóttan ella enn verri, soleingi manningin ikki vil fara til arbeiðis og sigla skipið til Føroya. Man veit ikki, um man skal flenna ella gráta. Tí hetta er jú ein parodi - fyrst at brúka áralangt stríð og tjak til í heila tikið at bestemma seg til eitt skip - fyri síðani at brúka nógvar pengar til at byggja eitt nýtt skipVit skulu ikki taka dagar ímillum, hvør hevur rætt og ikki, men vit kunnu tó staðfesta, at hetta er ein fyri Føroyar fullkomiliga láturlig og ótolandi støða, nú vit loksins fingu okkara vaktarskip. Uppgávurnar standa og bíða og kunnu vit vera skipið fyriuttan í langa tíð aftrat, so má man seta spurningin: um tað í heila tikið er brúk fyri nøkrum skipi. Landsins myndugleikar mugu gera upp við seg sjálvar, um teir meta Føroyar hava brúk fyri Brimli her og nú ella um hann skal liggja og rusta við norska bryggju í mánaðir og kanska ár. Tá verður tað ein leskiligur biti hjá andstøðuni á tingi at fáa Brimil á valborðið um gott og væl eitt ár. Landsstýrið ella rættari fíggjarmálaráðharrin sleppur ikki undan tí sannroynd, at tað finst ikki ein hóskandi sáttmáli fyri manningina á nýggja vaktarskipinum. Hetta er tað sum fakfeløgini vísa á, og sjálvandi vilja tey tryggja sínum limum eina rímuliga og sømuliga løn. Tí skilir man væl feløgini. Men kanska áttu tey tó at víst so mikið av samfelagssinni, at tey góvu undantaksloyvi til manningina at sigla skipið til Føroya, soleiðis at hetta bleiv eitt mál, sum kundi loysast her heima. Tað hevði uttan iva eisini verið lættari hjá fakfeløgunum at tosa fyri síni søk, um fólk sá skipið liggja við bryggju her heima, sum eitt annað spøkilsisskip. Nú skipið liggur í Noregi hevur eingin nakað "forhold" til tað. Tað er sum so ikki okkara fyrr enn tað er heima. Hetta veit knallharði Karsten og tí brúkar hann eisini hetta trumfkortið kalt og kyniskt. Hinvegin átti landsstýrið at tryggjað manningini á nýggja vaktarskipinum avtalu sum tað sømir seg. Tað skal tí vera okkara áheitan á fakfeløgini: gevið monnum undantaksloyvi at sigla heim og setið tykkum so við borðið saman við landsstýrinum og greiðið málið. Tað er tykkara uppgáva og ábyrgd. Skattaborgarin og harvið Føroya land er gísli í málinum og gíslatakarar eru bæði fakfeløg og landsstýrið. Takið tykkum saman. Sosialurin Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Óli skal hjálpa Toda Skulu Todi Jónsson og FCK upp á ovastu rók í superliguni longu sunnudagin, verður neyðugt við hjálp frá Óla Johannesen Superliga Annað vikuskiftið á rað verður talan um føroyingauppgerð í Danmark. Hesu ferð verður hendan í Parkini, har Herfølge kemur á vitjan hjá FCK. Dystirnir millum hesi bæði liðini hava mangan verið javnir, men at meta eftir stigatalvuni er ikki nógv, sum Jákup og teir kunnu gera hesferð. FCK er sera væl fyri í løtuni, og fingu, hóast snýttir av dómaranum, eitt stig við sær heimaftur, tá teir mánakvøldið vóru á vitjan hjá FC Midtjylland. Javnleikurin tá merkti, at Brøndby smoygdi sær fram á fyrsta plássið, og skal FCK fram um teir, krevst ein sigur, umframt at Brøndby missur. Tað kunnu teir gera í Aarhus, har Óli Johannesen møguliga verður millum teirra, sum skulu royna at steðga oddaliðinum. Farna vikuskifti koppaði AGF Lyngby, og tá spældi Óli við seinastu løtuna, sum samstundis var avgerandi parturin av dystinum. Einki er at ivast í, at Todi setir sína vón til, at Óli og teir hava ein góðan dag, meðan hann hesu ferð ikki man leggja so nógv í, um Jákup ger okkurt kiks í Herfølge málinum. Fjórði føroyingurin í superliguni, Johan Byrial Hansen, var ikki á vøllinum, tá OB spældi javnleik í Herfølge. Hesu ferð verður tað móti Viborg, at OB skal royna seg, men ikki er vist, hvørt rúmd verður fyri Johan, ella um venjarin framhaldandi fer at nýta hann í beinkinum. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Stjørnan skal standa sína roynd Føroyameistararnir úr Klaksvík skulu annað vikuskiftið á rað til Havnar, og aftur tykist talan at gerast um ein spennandi dyst Hondbóltur Sjey dystir eru á skránni hetta vikuskiftið, og einki er at ivast í, at fleiri teirra kunnu gerast heilt áhugaverdir. Ikki minst, tá oddaliðini hjá bæði kvinnum og monnum skulu í eldin. Aftur til Havnar Hjá kvinnunum varð ein dystur spældur fríggjakvøldið, eftir evstamark okkara. Talan var um Sóljuna, sum spælir sínar miðvikudystir fríggjadag, og hesa ferð gekk leiðin so til Havnar, har dystur var ímóti Kyndli. Á pappírinum ein uppgáva, sum Kyndil skal loysa, um tær skulu gera sær vónir um eina endastøðu í toppinum. Hondbóltur verður uppi á Hálsi tríggjar dagar á rað. Í dag skulu Neistin og Tjaldur takast, og mett eftir avrikunum seinast hja liðunum, er einki at ivast í, at Neistin her skal toga ein tryggan sigur heim. Sunnudgain stendur so Kyndil aftur fyri skotum. Gestirnir eru verandi føroyameistararnir úr Stjørnuni, sum annað vikuskiftið á rað skulu til høvuðsstaðin. Seinast eydnaðist tað teimum akkurát at vinna ein tepran sigur á Neistanum, og ivaleyst eru tær fegnar, um hetta eisini eydnast sunnudagin. Uppgávan hesa ferð tykist tó torførari, tí í øllum førum átta mál frá seinastas dysti resta í. Talan er sjálvandi um missin av Adrianu Milodanovic, sum sleyt hælsinuna móti Neistanum. >>Breiddin í hópinum skal nú standa sína roynd<< segði venjarin hjá Stjørnuni eftir boðini um jugoslavan, og tað sleppur hon so eisini sunnudagin. Seinasti dysturin hjá kvinnunum um vikuskiftið verður í Vági, har VB og Sóljan fara á vøllin. VB hevur aftur í ár ætlanir um at blanda seg í oddastríðið, og skal hetta eydnast betri enn í fjør, er neyðugt við einum sigri á vágagentunum. Hvørt hetta so eydnast fæst at vita sunnukvøldið. Hvør fer í ovara bólkin Eins og hjá kvinnunum, verða dystir uppi á Hálsi í Havn bæði leygar- opg sunnudagin. Leygardagin skal Neistin reisa seg efitr tvey tap á rað, og møguleikarnir fyri sigri á Tjaldrinum áttu at verið góðir. Sagt á ein annan hátt, so er tvingandi neyðugt hjá Neistanum at vinna, um teir á nakran hátt skulu halda fast í hinum liðunum. Sunnudagin verður tað so Kyndil, sum skal royna seg, og eisini hjá teimum tykist dysturin at hava alstóran týdning. Byrjanin hjá teimum grønu hevur als ikki verið góð, og nú vitjar StÍF, sum i løtuni er a øðrum plássinum. Ein sigur vil fyri Kyndil viðføra, at teir rættiliga eru við aftur í kappingin um silvurið, meðan eitt tap hinvegin merkir, at strandingar í fyrstu atløgu kunnu slíta seg leysar saman við vestmenningum, sum halda frí hetta vikuskiftið. Er spenningur í Havn sunnudagin, er hann tað ikki minni í Vestmanna, har H71 vitjar hjá KÍF. Bæði liðini hava í ár víst, at tey væl kunnu vísa tenn móti sonevndu favorittunum. Tí tykist tað, sum um dysturin sunnudagin verður ein dystur um, hvat av liðunum skal bíta seg fast í sub-toppin, og hvat teirra fyri fyrst verður parkerað í ongamannalandi. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Alt snýr seg um Klaksvíkina Annað vikuskifti á rað verðu oddauppgerð í Klaksvík, og hesu ferð er tað ikki bert kvinnudeildin, sum tosað verður um Flogbóltur Tað gongur við fúkandi ferð hjá flogbóltinum í Klaksvík. Bæði kvinnur og menn eru við frammi í oddinum, og felags fyri bæði er, at tey hesu ferð kunnu slíta seg leys frá hinum liðunum. Botnur og toppur í Klaksvík Hjá kvinnunum kann hetta gerast longu sunnudagin, tá higartil ósigraða TB vitjar føroyameistararnar úr Klaksvík. Higartil hava dystirnir hjá TB ikki verið teir torførastu, men móti Mjølni sleppur unga liðið so sanniliga at standa sína roynd, tí klaksvíksgenturnar mugu metast at vera greiðir favorittar til dystin. Leygardagin verður eisini dystur á Kambsdali, har ÍF hevur heimavøll. Hesa ferð fáa tær vitjan av Drátti, og einki er at ivast í, at vágagenturnar eru stórfavorittar at vinna dystin. Sunnudagin verður aftur dystur í Klaksvík, men hesu ferð verður talan um botnupgperð. Hvørki Fossanes ella Fleyr hava fingið nakað stig, og dysturin snýr seg sostatt um, hvørt teirra skal isolerast í botninum. Enn eitt brak í Klaksvík Eins og hjá kvinnunum verður oddadystur í Klaksvík hjá monnunum. Her er tað Fram, sum kemur á vitjan hjá Mjølni, og hendan uppgerðin kann gerast sera áhugaverd. Ja, somikið jøvn tykjast liðini at vera, at tað er ringt at kalla nakað teirra fyri favoritt. Mjølnir eigur tó fyrimunin av heimavølli, men hinvegin eru mátini tey somu, líka mikið hvat í landinum dysturin er, so fyrimunurin er kanska ikki tann stóri. Undan hesum, altso leygardagin, skulu fuglfirðingar á heimavølli takast við SÍ. Skulu fglfirðingar aftur fara at nærkast toppinum hetta árið, er neyðugt við sigri á ungu vágamonnunum. Hetta er so avgjrøt heldur ikki ógjørligt, mett eftir úrslitunum higartil, men SÍ hevur áður sýnt, hvussu misjøvn avrik teirra kunnu vera, so tað kann meira enn so henda seg, at teir gera ein vørr leygardagin. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo So bragdaði hjá H71 Endiliga vann eitt av sokallaðu veikaru liðunum á einum av teimum stóru, og við hesum kemur meira spenningur í landskappingina. Sigurin hjá H71 móti Neistanum var eisini fult uppiborin Hondbóltur Tað vóru ikki nógvir áskoðarar, sum mikukvøldið høvdu leitað sær niðan í Ítróttahøllina á Hálsi, har grannauppgerð var millum H71 og Neistan. Á dómaraseðlinum verður talið uppgivið til 80, men tey, sum heldur vildu nýta kvøldið til okkurt annað, máttu so vera ársins fyrstu sensatión í hondbóltshøpi fyriuttan. Løgdu einki í leiklutin Í fjør háttaði kappinginarárið seg soleiðis, st trý lið vóru í botninum, og hesi fingu so einki gjørt við tey fýra ovastu. Fleiri munnu hava óttast, at hetta aftur fór at gerast gongdin í ár, tó at kollfirðingar um vikuskiftið sýndu, at teir als ikki eru samdir í hesum. Í leikskránni til dystin mikukvøldið varð eisini nevnt í faldaranum, at soleiðis fór kappingin helst eisini at gerast í ár, og at H71 í hvussu so er ikki skuldi rokna við nøkrum stigum móti Neistanum. Kanska høvdu spælararnir ikki lisið hetta, ella var tað kanska júst tað, sum teir høvdu gjørt, tí í øllum førum megnaðu teir at gera svartskygda skrivaranum til skammar. Olaf koppaði dystinum Tað var annars Neistin, sum byrjaði dystin betri, og tá komið var til miðjan fyrra hálvleik, høvdu teir vunnið sær eina at síggja til trygga fimm-mála leiðslu. Dysturin tók tá eina avgerandi vend, og ein tann størsta orsøkin til hetta mundi vera tann sálarligi parturin av spælinum. Olaf Vestergaard, man kanska ikki teljast millum evnaríkastu leikararnar í landinum, men viljan at stríðast hevur hann sum fáur. Fram til um hetta mundi hevði hann sitið á beinkinum, men tá Sverrri Jacobsen so gjørdi av at nýta hann í verjupartinum, tók dysturin at venda. Við kontantum, kanska á markinum til ófantaligum, verjuspælið tók hann fullkomuliga pippið frá teimum neistamonnum, sum komu honum nær, og serliga mundi hetta kennast tungt hjá Kára Mortensen. Sálarliga ávirkaði hetta neistaliðið, ferðin á álopsspælið teirra fór niður, og satt at siga, so komu teir ongantíð fyri seg eftir hetta. Hoyvíkingar ótu spakuliga burturav neistaleiðsluni, og við hesum gjørdust teir alsamt grammari. Teir fóru at virka meira sum eitt lið, heldur enn at stríðast í sjálvdrátti, og hetta gav eisini bonus. Halgir í essinum Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki vóru hoyvíkingar greitt við yvirlutan, og tað var sjónligt, at teir komu styrktir í trúnni út til seinna hálvleik. Nú valdu teir eisini at taka spælskiparan hjá Neistanum, Jacob Jónsson, úr spælinum við mans- onkur rópar tað skuggaverju, og steðgaði Neistin fullkomliga upp. Einki tóktist at rigga í álopspartinum hjá meistaraliðinum. Serliga tí at avslutningarnir frá veinginum vóru somikið tamir, at tað ongantíð eydnaðist at tagað vælvaksnu H71 verjuna sundur. Nakað sum eisini sást aftur í skotroyndunum, sum ofta vóra at kalla í panikki, og sjáldan tóktust verða framdar við umhugsni. Í hinum endanum lá nú heilt væl fyri hjá hoyvíkingum, har serliga Halgir Dahl-Olesen var flúgvandi. Av fyrstu seks hoyvíksmálunum eftir steðgin átti hann tey fimm, og umframt at vísa skotstyrki sína, sýndi hann eisini frálíkt hegni at spæla viðleikarar fríar. Hóast H71 yvirvág, so leikaði tó javnt á eina løtu, tí Ragnar sum einasti neistamaður megnaði at hótta H71 málið, men fram móti endanum skrædnaði. Frá javnstøðu 18-18 lupu hoyvíkingar upp á 24-19, og so var at kalla leyst og liðugt. Neistamenn royndu at koma aftur í aftur, og teir fingu eisini pyntað um úrslitið, men í vanda kom sigurin hjá hoyvíkingum ongantíð. Framtíðin tykist ljósari At sigurin smakkaði væl hjá hoyvíkingum, er sjálvandi einki at ivast í, men har umframt mundi hann eisini kennast góður hjá teimum, sum fylgja við í hondbóltinum. Sigurin vísti, at munurin millum liðini ikki tykist so stórur í ár, sum hann var í fjør, og hetta fer ivaleyst at økja um spenningin í kappingini. Kollfirðingar hava longu órógva favorittarnar, tá teir vóru sera nær við at vinna á Kyndli, og nú prógvaðu hoyvíkingar so eisini, at knotur so sanniliga eru í teimum. Hvussu langt hetta fer at røkka, er framvegis ein opin spurningur, men tað boðar í øllum førum frá góðum fyri H71. Eisini tí liðið í stóran mun er sett saman av ungum leikarum, har teir flestu eru úr 25 árum og niðureftir, og megna teir at halda fast um hesar, er væl hugsandi, at H71 innan alt ov langa tíð aftur fer at hava eitt orð at siga í toppinum. Í ár verður tað neyvan, men grundarsteinurin undir hesum tykist í øllum førum at vera lagdur. Dysturin í tølum Málskjúttar: H71: Halgir Dahl Olesen 9, Stefan Dorofte 7(1), Johnny Djurhuus 5, Rolf Mouritsen 2, Annfinnur N. Debes 2, Jákup á Borg 1, Hallur Danielsen 1 Neistin: Kári Mortensen 8(1), Jacob Jónsson 5, Ragnar Joensen 4, Jákup Sverri Kass 2, Áki Mørk 2, Ári Rouch 1, Ræni Slættanes 1, Helgi Justinussen 1 Brotskøst: H71 1, Neistin 1 Útvísingar: H71 1 Dómarar úr Tjaldrinum: Kári Hansen og Dánjal Hansen. Høvdu eina yvirkomuliga uppgávu, sum teir ikki gjørdu truplari enn hon var. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Sigurin hevði alt at siga Halgir Dahl Olesen, sum mundi vera besti leikarin á vøllinum mikukvøldið, var ikki í iva um, hvussu stóran týdning sigurin hevði fyri H71. Sálarliga hevði hesin sigurin ótrúliga stóran týdning fyri liðið hjá okkum. Í fjør fingu vit ongantíð stig frá teimum f'ra ovastu liðunum, og hetta merkti eisini spæl okkara móti teimum. Nú hava vit víst, at tað væl ber til, og so skulu vit byggja víðari upp á tað. Spurdur um framtíðina hjá H71 liðnum, telist H71 liðskiparin eisini millum teirra, sum síggja ljóst upp á tað. Liðið er ungt, og tað eru so avgjørt møguleikar í tí. Enn eru vit ikki fullmannaðir, men møguleiki er fyri, at Bárður Brimvík verður tøkur innan einar tvær til tríggjar vikur. Eisini hava vit fingið nógv burtur úr venjingunum hjá Sverra, so vit eru avgjørt á veg uppeftir. Hetta sást til dømis aftur í dag, har vit í seinna hálvleiki fáa nakrar lutir at koyra, sum vit hava vant heilt nógv, segði Halgir Dahl Olesen at enda Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo VÍF flúgvandi Meðan vestmenningar framhaldandi strúka avstað, hava hini liðini ilt við at fylgja teimum. Enn hanga strandingar tó í Hondbóltur Umframt dystin á Hálsi, sum er umrøddur aðrastaðni í blaðnum, vórðu eisini leiktir tveir aðrir dystir mikukvøldið. Mest merkisvert var helst, at KÍF enn einaferð var um at koppa einum av teimum liðum, sum á pappírinum tykjast vera sterkari enn kollfirðingar. Hesu ferð vóru tað Skálamenn, sum akkurát sluppu snikkaleysir undan kollfirðingum, tá Alexandur Johansen í næst síðsta minuttinum setti bóltin í netið til 24-23. Úrslitið gjørdist sostatt eitt sera tepur tap hjá kollfirðingunum, men tað tykist ikki vera nakar ivi um, at teir fara at skala fleiri enn tí eina liðnum, tað sum eftir er av kappingarárinum. Komandi vikuskiftið skulu teir royna seg móti H71, og spennandi verður tá at vita, hvørt av hesum longu nú kann blanda seg upp í stríðið um heiðursmerki. VÍF strýkur avstað Við sigrinum helt StÍF fast um møguleikan at elta VÍF, sum longu nú tykist fullkomuliga einaráðandi í deildini. Hesu ferð vitjaðu vestmenningar Tjaldur, og tað var skjótt greitt, hvønn veg tað bar. Longu um miðjan fyrra hálvleik var munurin seks mál, og tá VÍF so skoraði átta ferðir á rað, var einki at tosa um. Í seinna hálvleiki bara øktu vestmenningar, og einasti spurningurin tykist í løtuni vera, um VÍF megnar at fara ósigra gjøgnum kappingina. Styrki og breidd teirra tykist vera størri enn hjá nøkrum øðrum liði, og enn sita bæði Johnny Joensen og Áki Olsen uttan fyri við skaðum. Dystirnir í tølum StÍF-KÍF 24-23 (15-11) málskjúttar: StÍF: Artur Johansen 9(4), Alexandur Johansen 6, Marius Joensen 4,Kristjan Peturson 3, Costin Dumitrescu 1, Leivur Justinussen 1 KÍF: Doric Tomica 8(1), Jákup Dam 4(1), Kristjhan Madsen 4, Petur Martin Johansen 3, Petur Martin Poulsen 2, Vagur Johannesen 1, Sune Davidsen 1 Brotskøst: StÍF 6, KÍF 4 Útvísingar: StÍF 2, KÍF 4 Dómarar úr H71: Petur Skeel Dahl og Kristian Martin Skála Tjaldur-VÍF 17-43 (7-21) Málskjúttar: Tjaldur: Jens Martin Knudsen 8(1), Mortan Hansen 3, Sverri Justinussen 2, Jákup Petur Eliassen 1(1), Ragnar Olsen 1, Sverri Nielsen 1, Arnfinn Langgaard 1 VÍF: Martin Hummeland 10, Ingi Olsen 9(3), Agnar Joensen 8(1), Sámal Joensen 5, Sjúrður Holm 4, Harald Bjrøgvin 2, John Zachariasen 2, Danut Negro 2, Petur Fr. Joensen 1 Brotskøst: Tjaldur 2, VÍF 5 Útvísginar: Tjaldur 2 Dómarar úr Kyndli: Hans Thomassen og Hanus Kúrberg Mynd av VÍF: Einki tykist at kunna steðga vestmenningum, sum tykjast stevna við fullari ferð móti enn einum FM-heiti Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo VÍF er nú fremst Hetta ljóðar kanska sum ein vanlig yvirskrift, men hesa ferð eru tað kvinnurnar úr Vestmanna, sum tað snýr seg um Hondbóltur Tað var eingin ivi um nakað sum helst, tá VÍF mikukvøldið vitjaði í Runavík. Dysturin endaði við stórsigri av slíkum slag, at ein kann ivast í, hvørt tað er rætt, at liðini halda til í somu deild. Møguliga er tað tó soleiðis, at VÍF liðið bara er somikið sterkt, men ein málmunur upp á 32 átti ikki at komið fyri í fremstu hondbóltsrøðini. Við sigrinum hava VÍF kvinnurnar lagt seg á odda í deildini, tó at tað bert er málmunurin, sum skilir tær frá Stjørnuni, men hesin kann eisini gerast avgerandi. Dysturin í tølum Málskjúttar: Tjaldur: Kristine Ellingsgaard 2, Ann-Mari Østerø 1, Beinta Joensen 1 VÍF: Fríða Marjunardóttir 10(1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 8, Sóleyð Mikkelsen 7(1), Ioana Rapa 4, Nicoleta Rado 4, Randi Kúrberg 2, Johanna Høgnesen 1 Brotskøst: VÍF 4 Útvísingar: Tjaldur 1 Dómarar úr Kyndli: Hans Thomassen og Hanus Kúrberg Nýggjur Daewoo Nubira II Nú hava Daewoo bilarnir verið í Føroyum í nøkur ár, og eru rættuliga komnir inn á marknaðin. Magnus Gunnarsson Hóast Daewoo ikki er nakað heilt nýtt bilmerki, tekur tað tíð at innarbeiða eitt nýtt navn. Her hava Daewoo tó góð kort á hondum, við tað at teir eru sera kappingarførir í prísi og góðsku. Nýggjur Nubira Daewoo hava eitt stórt úrval av modellum, heilt frá tí minsta Matiz, til Lanos, miðalklassabilin Nubira, luksusbilin Legansa og jeepin, Musso. Daewoo Nubira er komin í nýggjastu útgávuni, Nubira ll, sum er ein væl útgjørdur bilur at kappast í miðalklassanum. At síggja til er bilurin nakað broyttur við t.d. størri lyktum framman og aftan, eins og fleiri aðrar broytingar. Rúmligur bilur Nubira ll koyrir væl, er ljóðleysur, lættur at handfara og hevur gott vegtak, við eini komfort, ið er á hædd við japanskar og evropeiskar bilar í somu stødd. 2.0 litur motorurin við 133 hk hevur ríkiligt av kraft, og ger eisini sítt til at bilurin verður so lættur at koyra. Bilurin er rúmligur innan, og stationvognurin hevur eitt av størstu viðførisrúmum í sínum klassa. Daewoo í Føroyum Hjá P/F Esmar Simonsen hava teir avgjørt at arbeiða á sama hátt sum danski Daewoo innflytarin, við at skilja sundur sølu og tænastu. Meðan sølan í stóran mun verður hjá Esmar Simonsen á Kambsdali, verða tey stóru garanti arbeiðini gjørd á Kambsdali og í Klaksvík. Annað servicearbeiði verður gjørt á vælvaldum verkstøðum runt landið, við tí í huganum at vera so nær kundanum sum gjørligt. Kanningar aðrastaðni vísa, at fólk fegin ferðast langt fyri at keypa ein bil, men tá talan er um service, dámar teimum betur at hon er so nær bústaðnum ella arbeiðsplássinum sum gjørligt. Tríggjar útgávur Nubira ll verður gjørdur í trimum útgávum, sedan, hatchback og stationcar. Bilarnir eru væl útgjørdir, serliga CDX modellini hava somu standard útgerð, sum flestu bilar hava í dag, sum t.d. ABS bremsur, servostýring, el-rútar, el-drivin síðuspegl við hita, tokulyktir í kúfangaranum framman. Daewoo bilarnir hava 3 ára ella 100.00 km. verksmiðjugaranti, og 6 ára rustgaranti. Skoda Fabia ársins bilur í Danmark Bilar Magnus Gunnarsson Við Skoda bleiv tað sum í ævintýrunum, har alt endar væl. Um vit fyri umleið tíggju árum síðan høvdu hoyrt at Skoda varð kosin ársins bilur, hevði tað verið mett sum ársins skemtisøga. Men nógv er hent síðan tá, eitt nú bleiv Skoda Octavia ársins bilur í Danmark fyri 1997, og nú kann Skoda Fabia prýða seg við sama heiti fyri 2001. Klárt á odda Fabia vann so ruddiliga, tá útnevningin av ársins bili fyri 2001. Útnevningin bleiv gjørd av MKD, Motorjournalisternes Klub Danmark, sum hevur staðið fyri hesum tiltøkunum síðan 1981. Ein dómsnevnd við 29 limum høvdu 18 ymiskir bilar at velja ímillum. Tað vísti seg skjótt, at Skoda Fabia lá á odda, og bleiv tann endaligi vinnarin við 267 stigum, meðan Ford Mondeo bleiv nummar 2, og Opel Corsa nummar 3. Stórur eftirspurningur Fabia, ið kom á marknaðin í vár, avloysir Skoda Felicia, ið var frá 1995. Felicia var avloysari fyri Skoda Favorit, sum var fyrsti Tjekkiski bilur við forhjólstrekk. Danski Skoda stjórin, Peter Mygind, var sera fegin um, at Fabia varð kosin til ársins bil 2001. Tað harmar hann, at teir, vegna tann stóra eftirspurningurin, ikki hava megnað at útvega nokk av bilum. Classic, Comfort, Elegance Fabia fæst í trimum útgávum, Classic, Comfort og Elegance. Bensinmotorarnir eru allir 1.4 litur, sum fáast við 60, 68 og 101 hk. 1.9 litur SDI dieselmotorurin hevur 68 hk. Í sambandi við at Skoda bleiv ársins bilur í 2001, fara vit at hyggja nærri at søguni hjá Skoda bilunum í einum av komandi bløðunum. Tíðindi Magnus Gunnarsson Heiðursløn til Lupo Í sambandi við útnevningina av ársins bili, fekk VW Lupo 3L virðisløn frá Motorjournalisternes Klub Danmark, fyri at koyra 30-33 km. pr. litur av brennievni. Kelda: Motor Magasinet Daewoo Rezzo útsettur Ein nýggjur mini MPV, Daewoo Rezzo, ið skuldi koma á evropeiska marknaðin nú í heyst, er útsettur til í vár. Orsøkin er at koreanarnir sjálvir hava keypt so nógvar, at teir ikki hava nokk til útflutning. Kelda: Bilen Motor & Sport Opel Vivaro Opel kemur á marknaðin við einum nýggjum Vivaro vøruvogni, sum er bygdur í samstarvi við Renault, og er sami bilur sum Renault Trafic. Kelda: Motor Magasinet Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Arbeiðið byrjar mánadagin Mánadagin byrjar arbeiðið at projektera nýggja Smyril av álvara Mánadagin verður av álvara skjøtil settur á arbeiðið at projektera tað nýggja suðuroyarskipið. Bólkurin hjá Strandferðsluni, sum hevur fyrireikað byggingina, og sett krøvini fyri skipið upp, fer til Danmarkar hetta vikuskiftið.Og mánadagin fer bólkurin á fund við felagið, Knud E. Hansen, sum skal projektera tann nýggja Smyrilin. Strandferðslan hevur fingið nakrar spurningar frá Knud E.Hansen, sum hon skal svara uppá, og síðani verður arbeitt víðari út frá tí. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at fyrsta stigið á fundinum mánadagin verður, at hann sjálvur skal halda ein upplýsandi fyrilestur fyri teimum, sum skulu projektera Smyril, um Strandferðsluna og um strandferðslu í Føroyum. Hetta verður gjørt, so at teir fáa eina betri hylling á fortreytunum fyri strandferðslu í Føroyum og, hvat teir hava við at gera, hvussu farleiðin er, hvussu veðrið er, o.s.fr. Ímeðan bólkurin er niðri, fer hann eisini kanningarferð at hyggja eftir skipum og á onkur virki, sum gera motorar o.s.fr. Tað kostar 500.000 at projektera tann nýggja Smyrilin og projektið skal verða liðugt 14. desember. Tann nýggi Smyrilin tekur um 200 bilar, tað er næstan tvær ferðir so nógv sum Smyril, ið nú er. Nýggi Smyril fer at taka um 800 ferðafólk um summarið og 500 um veturin, tað er tað sama sum Smyril, ið nú er, tekur. Men nýggi Smyril verður munandi betri útgjørdur í allar mátar. Hann verður um 115 metrar langur og skal sigla 21 míl. Sostatt fer tað at taka um 1 tíma og 35 minuttir at sigla av Tvøroyri til Havnar. Gongur sum ætlað,verður kjølurin strektur næsta heyst ogtað fer at taka um tvey ár at byggja skipið. Í projektbólkinum sita Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni, Hanus Lassen, skipari, Petur Winther, maskinstjóri, Jógvan Nybo, 1. meistari, Heri Joensen, fólkaflutningsleiðari á Strandferðsluni, Pauli Larsen, skipari og Øssur Nielsen, maskinstjóri. Harafturat hava eisini suðuroyingarnir Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, Dan Nielsen, býráðsformaður á Tvøroyri, umframt vinnulívsmenninir Heri Hjelm og Viberg Sørensen, verið í projektbólkinum. Skrivari hjá bólkinum er Johan Isholm á Strandferðsluni. Men tað skilst, at tað eru bara nakrir í bólkinum, sum skulu avstað. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt stormlágtrýst, 948 hPa. í útsynning úr Íslandi stendur mestsum í stað, og brúgvalagið haðani fer um Føroyar í dag. Lágtrýstið við Írland fer í landnyrðing og dýpist og gevur nógvan vind á okkara leiðum sunnunáttina. Veðrið í dag: Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, senni snarar hann í landsynning. Sólglottar, men kanska okkurt ælið. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið sunnudagin: Hvassur vindur ella skrið av eystri og landnyrðingi og stundum regn. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið mánadagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, eitt skifti minni vindur. Ælingur og hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið týsdagin og mikudagin: Hvassur vindur ella skrið av norði, men mikudagin minni vindur. Ælingur, partvís heglingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 4 og 8 stig. Í gjár: Eitt stormlágtrýst, 948 hPa. í útsynning úr Íslandi stendur mestsum í stað, og brúgvalagið haðani fer um Føroyar í dag. Í dag: Lágtrýstið við Írland fer í landnyrðing og dýpist og gevur nógvan vind á okkara leiðum sunnunáttina. Kirkjur og samkomuhús Gudstænastur 19. sunnudag eftir Trinitatis Vesturkirkjan: kl. 11, altarg., Heri Joensen Havnar kirkja: kl. 11, Emil Olsen Nólsoy: kl. 12, Sonja Klein Kirkjubøur: kl. 12, Bergur D. Joensen Tjørnuvík: kl. 12, Marjun Bæk Kvívík: kl. 12, Martin R. Jacobsen Hvalvík: kl. 12, Inga P. Dam Christianskirkjan: kl. 11, altarg., Niels Pauli Danielsen Kirkja: kl. 12, altarg., Hattarvík: kl. 17, altarg., Hans Eiler Hammer Oyndarfjørður: kl. 12, altarg., Jógvan Fríðriksson Miðvágur: kl. 12, David Johannesen Fríðrikskirkjan: kl. 11, Æðuvík: kl. 17, Jónsvein Bech Funningur: kl. 12 messa, Hans J. Joensen, biskupur Glyvrar: kl. 11, Meinhard Bjartalíð Hvalba: kl. 12, barnagudstænasta, Ólavur Rasmussen Øravík: kl. 12.15, altarg., Petur M. Rasmussen Norðskála: kl. 12, Uni Næs Gøta: kl. 12, altarg., Peter O. K. Olofson Húsavík: kl. 12, altarg., Eva Brinck Jensen Ebenezer Sunnudagin kl. 10 Minnismáltíð Harrans, kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti, kl. 21 útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morgunmøti, kl. 18 evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 10, 14 og kl. 20 seminar í læraraskúlahøllini v/ Jens Garnfeldt, í morgin kl. 11 og 18 møti v/ Jens Garnfeldt. Mánadagin kl. 20 bønarskúlin. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 sunnudagsskúli, kl. 17 møti. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin kl. 14 í Hoyvíkar skúla sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn og kl. 18 møti við luttøku úr Soli Deo Gloria í Klaksvík. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti hjá Litzie og Eyðfinn Lamhauge, Heygsbreyt 2. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman, Guttorm Zachariasen sigur frá. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Bergi D. Joensen, evnið verður ytrimissión. Barnaansing er hvørt sunnukvøld, meðan møtið er. Eisini verður pallborð, har YM-trúboðarar, foreldur og umboð fyri eina sendimeinigheit vera við. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mánadagin kl. 19 er LU-arbeiðið, kl. 20 venur Manskórið og kl. 21 verður fundur við greinarnar í Meinigheitshúsinum um ytrimissión. Týskvøldið verður bíbliutími kl. 20. Eingin venjing í Meinigheitskórinum mikukvøldið 1. nov. Hóskvøldið verður ungdómsmøti kl. 20. Frelsunarherurin í Tórshavn Sunnudagin kl. 11 møti, major Tjåland talar, kl. 13,30 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti, Palli Petersen talar. Mánadagin kl. 17 skótar. >>Tíð til Gud<< verður í Pállstovu sunnukvøldið kl. 21. Evnið hesaferð: >>Gud Er<<. Høgni Johannesen og Jógvan Skýlindal skipa fyri. Rhema á Hálsi Leygarkvøldið onki ungdómsmøti vegna felagsmøtini. Felagsmøtini við Jens Garnfeldt byrja fríggjakvøldið kl. 20 í Læraraskúlahøllini og halda áfram leygardagin kl. 10, 14 og 20 og sunnudagin kl. 11 og 18. Evni: Hvat sigur bíblian um pengar? Morgunbøn mánadag til fríggjadag kl. 8.30-9.30. Øll eru vælkomin. Zion Kollafjørður Ungdómsmøti verður leygarkvøldið kl. 20. Nógv gott á skránni. Øll eru hjartaliga vælkomin. Filadelfia, Sundalagi Møti verður í Hósvík sunnukvøldið kl. 18 við Dánial Petersen. Bíbliuskeiðrøðin >>yvir evni hin sanni lærisveinurin<< verður hildin í hølum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini Saltangará. Møtiskeiðrøðin heldur áfram hvønn leygardag kl. 19. Stigtakari og bíbillærari er David Bech. Missiónsvika í Funningi Leygardagin kl. 17 barnamøti við Regin Høgnesen, kl. 20 møti við Alfred Olsen, Hannis Hansen syngur. Sunnudagin kl. 15 sunnudagsskúli við Regin Høgnesen, kl. 18 møti við Regin Høgnesen, bólkurin Gittit luttekur við sangi. Innsavnan til heimamissiónina. Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 19 møti við Jacob Højgaard. Øll eru vælkomin. Glyvra missiónshús Ísraelsmissiónin: Landsstevnan byrjar í Glyvra Missiónshúsi leygardagin kl. 14. Terje Bakke frá norsku Ísraelsmissiónini talar yvir evnið: Jødar og leyvsalahátíðin. Kl. 16.30 er evnið: Gleðin yvir Guds orð, kl. 20 verður møti, har Terje Bakke talar yvir evnið Tað livandi vatnið. Bólkurin Gittit syngur. Judith og Mejnhardt Hansen greiða frá arbeiðinum í Ísrael. Ørkin, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 17 í Arbeiðarafelagshúsinum Hæddini í Saltangará við David Bech. Týsdagin kl. 20 húsmøti hjá Irenu Bech, Skipanes. Hósdagin kl. 20 bønarmøti. Missiónshúsið í Leirvík Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20 v/Gimma. Aftaná verður drekka o.a. Øll eru hjartaliga vælkomin. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 opið hús. Sunnumorgunin kl. 11 morgunmøti við breyðbróting. Barnamøti kl. 11. Vit eru við í tiltakinum í Havn við Jens Garnfelt. Missiónsvikan í KFUM og K í Klaksvík Leygardagin kl. 10 kaffi, te og rundstykkir. Bíbliutími við Johannes Mortensen trúboðara. Evni: Bønin-andadráttur teirra kristnu, kl. 19.30 talar Alfred Petersen, bólkurin Bisco syngur. Sunnudagin kl. 11 gudstænasta við altarg., v/Niels Paula Danielsen, kl. 14 familjumøti við heimligum kreftum. Barnakórið í FKUM og &K syngur, kl. 18 Klæmint Tausen talar, Streingjakórið á Argjum syngur. Høvið verður at geva eina gávu til Heimamissiónina, kl. 21 eftirmøti við sangi og vitnisburði. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18.30 lovsangsmøti, kl. 19 møti. Mánadagin kl. 17 barnaarbeiði, frá 1. til 6. fl. Týskvøldið kl. 20 møtast ung frá 7. flokki og uppeftir, hjá Arnleyg Hentze. Filmur verður vístur. Verið hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Hjørdis og Ednu. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tvøroyrar kirkja Allahalgannadag 1. nov., verður minningargudstænasta teirra sjólætnu í Tvøroyra kirkju kl. 14. Úr kirkjuni verður farið út á minnisvarðan á Torvheyggi. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 evangel. fundur. Mánadagin kl. 20 bønarfundur. Týsdagin kl. 20 ungdómsfundur. Ónsdagin kl. 20 uppbygg. fundur. Frelsunarherurin, Vágur Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Toril Waag Olsen. Mánadagin kl. 20 heimaforbundið. Missiónshúsið í Sumba Møti verður í missiónshúsinum fríggjadagin og leygardagin kl. 20 og sunnudagin kl. 18. Talarar: Niklas Mikkelsen og Petur Magnusson. Øll eru hjartaliga vælkomin. 1000-ára haldið Leygardagin 28. okt. kl. 19 verður kirkjukonsert (sálmar) í Skála kirkju. Sunnudagin 29. okt. kl. 16 verður kirkjukonsert (sálmar) í Glyvra kirkju. Sunnudagin 29. okt. kl. 19.30 verður kirkjukonsert (sálmar) í Elduvíkar kirkju. Sangur: Petra Iversen Piano: Stamen Stantchev Kontrabass: Edvard Nyholm Debess. Birgir Kruse - birk@post.olivant.fo Akademikari úr skugganum Akademisk Forlag gav í gjár út danska bók um bosnisku flóttarnar úr Eysturslavonia. Stórsti partur av hesum flóttum eru teir, sum búgva í Føroyum. Danska bókin nevnist "Ikke kun om søndagen" og rithøvundur er 36 ára gamli Carsten Lunding, cand.polit. og fyrrverandi ráðharraskrivari. Lovandi lívsleiðina á teim bonaðu gólvunum í fíggjar- og undirvísingarmálaráðnum hevur Carsten lagt afturum seg og fæst í dag við at matgera. Í staðin fyri at vera vælløntur ghostwriter fyri ráðharran, hevur Carsten kent tað neyðugt at stíga úr skuggatilveruni á Slotsholmen. Hann er farin at skriva um tey "stóru menniskju í sivilsamfelagnum", sum hann sigur. Torført er at knýta samband millum høgt lærdar akademikarar á Slotsholmen og so vanlig menniskju, sum eg havi møtt eftir sonevnda Leif Bork Hansen-málið. Hetta eru stór, stór menniskju, sum hava so nógv at geva - men vit taka tey ikki í álvara", sigur hann yvir dampandi grýtunum. Í bókini greiðir Carsten Lunding frá um rættarmálið móti danska prestinum, sum kemur fyri í Eystara Landsrætti 30. oktober, og um serbisku flóttafólkini, sum sóktu friðskjól, tá tey komu á prestagarðin hjá honum í Lyngby á heysti 1998. Gongdin verður lýst fram til í dag, nú flestu av teim 29 flóttafólkunum eru komin til Føroya, meðan nøkur teirra fóru til Svøríki og Spania. Umframt stakmálið um prestin í Lyngby viðgerð bókin hugtakið sivilt ólýdni og fólkaræði í dagsins samfelag. Eitt ljós á gøtu míni >>Og tú mansbarn, sí landar tínir, ið standan undir veggjum og í húsadurum og tala um teg, siga hvør við annan: Komið, latum okkum hoyra, hvat tað er fyri orð, sum kemur frá Harranum... Og sí, tú ert teimum eins og ein ið kvøður ástarkvæði, sum ein, ið hevur vakurt mál, og er kønur í streingjaleiki. Teir lýða á orð tíni, men gera ikki eftir teimum. Ez. 33, v. 30 og 32 Í uml. 1000 ár hevur Guds orð ljóðað okkara millum. Bæði við strangleika og mildleika er fólk okkara boðið við til Gudsríkisgleðina. Hvussu er við okkum, sum nú eru tey, ið hoyra Guds orð og innbjóðing? Tí spurningurin er ikki, hvat tær undanfarnu ættirnar hava gjørt við innbjóðingina. Men hvat gera vit við hana? Tann spurningin má hvørt ættarlið og hvør einstakur av okkum taka støðu til. Taka vit við henni og gera eftir henni? Ella hóskar myndin frá profetinum, sum vit lósu her eisini til okkara? Fólkið vildi nokk hoyra orðið, men tey gjørdu ikki eftir tí. Tí var profeturin fyri teimum eins og tann vrakaði kærleikin. Við kønum spæli og vakrari rødd syngur hann sítt ástarkvæði. Tey lýða á, men taka ikki við tí. Men tað álvarsama er, at tað er ikki profetin tey vraka, men tann sum hevur sent hann, Gud. Og tað koma tey sjálvi einaferð at heysta fylgjurnar av. Ein dag skuu tey sanna, at profetur hevur verið teirra millum. Tí tann lóg er galdandi í Guds ríki, at Guds orð ljóðar ongantíð tómt okkar amillum. Tað ger altíð nakað við okum. Taka vit við tí, virkar tað frelsu. Avvísa vit tí, virkar tað dóm. Gud gevi, at hetta seinasta ikki verður sannleikin um okkum, men at orð hansara má virka tað, sum er Guds ætlan við tí. Tað veri okkum til frelsu og sælu. Jónsvein Bech Títt orð er Gud, várt arvagóðs Tann arv vit bestan fingu, Í grøv veit okkum, Gud, tað rós, At leidd av tí vit gingu; Tað er vár hjálp í neyð, Vár troyst í lív og deyð. O, Gud ið hvussu fer, Lat, meðan verøld er, Tað fólks várs arvur vera. (Sb. 305, 4) Andlát 19.10.00 Linvold Heinesen, Sandavágur, 97 ár. 20.10.00 Arni Frits Jacobsen, Fuglafjørður ættaður úr Sandvík, 71 ár. Herman Dahl, Klaksvík, 64 ár. Oluffa Jensen, Luffa í Gongini, 88 ár. Petra Michelsen, Tórshavn, 70 ár. 21.10.00 Ingibjørg Poulsen, fødd Samuelsen, Tórshavn. 22.10.00 Maria Oknadal, Skopun, 82 ár. 23.10.00 Mathilda Dam, Kunoy, 91 ár. 24.10.00 Hilma Jensen, búsitandi í Havn, 77 ár. 25.10.00 Jákup Andreas Joensen, vanliga nevndur Diaba, úr Klaksvík, 86 ár. Føðingar 23. september fingu Ann-Mari Joensen, Leirvík og Brian Simonsen, Århus, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 2650 gr. 30. september fingu Doris Hjarkhamar og Hjalmar Joensen, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4590 gr. 8. okt. fingu Jórun Viderø og Eyðun Nielsen, Søborg, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3950 gr. 9. okt. fingu Maja Højsted og Danny O. Hansen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3600 gr. 17. okt. fingu Janny og Kenneth R. Danielsen, Esbønderup (Græsted DK) ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4760 gr. 19. okt. fingu Durita Danielsen og Tórbjørn Sæbúð, Hósvík, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3500 gr. 20. okt. fingu Ingunn Ósk Eiriksdóttir og Heini Weihe, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3100 gr. 21. okt. fingu Charlotta og Líggjas Joensen, Toftir, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3425 gr. 21. okt. fingu Súsanna og Jógvan Andrias Debes, Rituvík, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3900 gr. 21. okt. fingu Paula og Villads Bøgesvang, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3800 gr. 22. okt. fingu Mai Prior og John Johansen, Miðvágur, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3350 gr. 23. okt. fingu Beinta og Petur Amon Dalbø, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3700 gr. 25. okt. fingu Turid og Petur Hans Hansen, Toftir, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4550 gr. 26. okt. fingu Kala Rajani og Rúni M. Hansen, Saltangará, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3700 gr. Nøvn í vikuni Gullbrúdleyp í Klaksvík Í dag, leygardagin 28. oktober, hava Mása og Jógvan Tróndheim í Klaksvík gullbrúdleyp. Tá tey giftust fyri 50 árum síðani, fluttu tey í húsini, har Jógvan Tróndheim var uppvaksin, og tey hava búð á Stongunum síðani tá. Mása og Jógvan eiga fýra børn, sum øll búgva í Klaksvík. Tey eru Gerhard og Elfinn, sum báðir eru maskinmenn og sigla úti, Maria, sum er lærari, og Eilen, sum býr heima hjá foreldrunum. Jógvan Tróndheim er ættaður úr Leirvík, men hann vaks upp á Stongunum í Klaksvík hjá Lisu og Eliseus Jacobsen. Mása er ættað úr Árnafirði, men hon vaks upp á Stongunum hjá Marit og Reinhold Jacobsen. Jógvan hevur í mong ár havt prentstovu í kjallaranum í heiminum á Stongunum. Har hevur hann eisini pappírshandil, sum eisini selur ymiska skrivstovuútgerð. Mása og Jógvan hava altíð havt sína gongd í Betesda, og tað er har, at tey í kvøld hava vælkomst veitslu. Gullbrúdleyp í Havnini Síðsta leygardag, 21. oktober, høvdu hjúnini Judith og Osvald Kjærbo í Havn verið gift í 50 ár. Tá tey giftust fyri 50 árum síðani, fluttu tey inn í nýggj hús úti í Grønlandi, har nógv hús vórðu bygt í fimti árunum. Tey bæði hava øll árini búð í J. Nolsøesgøtu 17. Judith og Osvald eiga fimm døtrar. Tær báðar elstu, Anna og Katrin, búgva í Havnini, miðlingadótturin, Kristvør, býr í USA, og tær báðar yngstu, Guðrun og Jórun, búgva í Keypmannahavn. Osvald, sum er ættaður úr Sumba, hevði í mong ár umboð og heilsølu, m. a. umboðaði hann tógv, skógvar og undirklæði. Umframt at hava vitjað nógva staðni kring landið í arbeiðsørindum, so munnu fólk alla staðni kring landið kennast við Osvald Kjærbo, tí hann hevur vitjað í sambandi við evangeliska tænastu. Hann hevur hildið møtir í salum og í túnum, og hann hevur vitjað í húsunum. Osvald hevur í mong ár havt ábyrgdina av Emmaus bíbliubrævskúlanum í Føroyum, og hann var ein av teimum, sum tók stig til, at Evangeliska Røddin miðskeiðis í seksti árunum fór at varpa kristiligar útvarpssendingar út á Trans World Radio í Montecarlo. Tað kemur ikki ofta fyri, at ein gullbrúður eigur mammu á lívi. Men tað ger Judith Kjærbo. Mamma hennara eitur Anna Sofía Jacobsen. Hon býr á Argjum og fylti 100 ár 16. mars í ár. Anna Sofía, sum er ættað úr Skorini á Eiði, var gift við Dániali Jákup Jacobsen ella Dániali Jákup í Skipshandlinum. Judith og Osvald hátíðarhildu gullbrúsleypsdagin í Ebenezer. Leygarkvøldið vóru fleiri enn fimm hundrað fólk komin saman at gleðast saman við gullbrúðarparinum. Skald heiðrað 3. novembur klokkan 17:00 verður kvøldseta í Tilhaldinum í Havn Jens Paula Heinesen, skaldi, til heiðurs. Tað er Havnar Sjónleikarfelag, sum tekur stig til at heilsa høvundanum og hetta verður gjørt í samband við at Jens Pauli Heinesen fekk Mentunnarløn Landsins í fjør. Havnar Sjónleikarfelag heilsar høvundanum, tí hesin hevur sett sín dám á føroyska leikpallin. Jens Pauli Heinesen verður heilsaður við brotum úr egnum skaldskapi og tað verða navnfrom leiklistafólk, sum fara at lesa og syngja. Frásøgufólk er Gulla Øregaard og annars eru Høgni Joensen, Eva Brekkstein, Sverri Egholm, Gunhild V. Michelsen, Eyrith Leyni, Lív Dam og Herluf Lützen. Lagt til rættis hava Lina Larsen og HS - bólkurin. Jens Pauli hevur ríkað føroyska bókmentaheimin í mong Harrans ár og eins og við víni, so búnast skaldskapurin, eldri hann gerst. Alt fleiri taka Jens Paula til sín og í frálæru í skúlunum í dag fyllir hann meira og meira. Tað hevur ført við sær, at ungfólk í dag eisini eru farin at tosa um skaldskapin hjá sandavíkinginum Jens Paula Heinesen. Og ungdómurin er framtíðin, so verkið hjá skaldinum verður lív lagað langt inn í hesa øld og eisini eftir at livandi skaldið hevur skotið hamin, mold og leir. je Jan Müller - jan@sosialurin.fo Hetta er ørskapur Hetta er einki minni enn ein skandala. Hetta er ørskapur. So avgjørt tekur Jógvan Páll Lassen, sakførari til orðanna eftir samráðingarfundin í Keypmannahavn hóskvøldið Samráðingar Jan Müller Tað er eingin føroyingur, sum ivast í, at vit eru ein tjóð. Alt Føroya fólk er samt um, at vit eru ein tjóð. Og tað er eingin, sum sambart bæði grundlógini og heimastýrislógini, ið ivast í, at vit eru danskir statsborgarar. Alt endamálið við samráðingunum við danir hevur verið, at vit skulu blíva ein sjálvstøðug tjóð. Eg dugi ikki at síggja, hví man nú skal fara og biðja um tað. Tað er nakað man tekur. Vit kunnu fáa sjálvstýri í morgin um vit vilja tað sigur Jógvan Páll Lassen, sum eisini vísir á, at eingin juristur hann hevur tosað við metir hetta sum nakran trupulleika. Jógvan Páll Lassen er púra ovfarin av tí stigi, sum landsstýrið hevur tikið í málinum og sigur seg rætt og slætt einki skilja av hesum. Hann heldur talan verða um óskipaðan taktikk frá landsstýrisins síðu. -Tað ringasta, sum kann henda, er, at føroyingar atkvøða ímóti hesum, og vit enda sum ein partur av Danmark. Tað verður ein vanlukka. Hetta málið snýr seg ikki um jura men um pengar. Jógvan Páll Lassen spyr, hvat hendir, um eitt slíkt mál fellur við eina fólkaatkvøðu? Eru vit so ikki ein tjóð? Eru vit so ikki føroyingar meira? Trupulleikin hjá landsstýrinum og kjarnan í øllum málinum heldur sakførarin er tann, at tað er koyrt fast í samráðingunum. - Tað virkar fyri mær sum fólk eru trýst upp í ein krók og skulu finna uppá okkurt fyri so at leypa á fullkomiliga óskipað. Hetta kann í veruleikanum ikki brúkast til nakað annað enn at standa og proklamera. Fólkaflokkurin segði, at vit skulu hava loysing, men tað skuldi ikki kosta okkum nakað serligt. Tað vísti seg ikki at halda. Síðani varð sagt, at vit skuldu hava rættindi hjá hvørjum ørðum. Tað siga danir eisini nei til. Nú er fast. Nú slepst ikki víðari. So fer man at tosa um jura. Nú skulu vit hava ein fólkadómstól, sum skal døma í sambandi við altjóða rætt. Eg havi hoyrt nakað líknandi. Tað er so langt úti, at eg havi ikki orð fyri tí. Jógvan Páll Lassen sigur víðari, at tann dag Nyrup sigur, at vit ikki kunnu fáa loysing, tá hava vit ein trupulleika. - Men hann sigur jú, at vit kunnu fáa loysing, tá vit vilja. Tá hevur hann longu viðurkent, at vit hava øll sereyðkenni. Magnus Dam og John Johannessen - magnus@sosialurin.fo, john@sosialurin.fo Búskapurin skilir partarnar Danski forsætisráðharrin vísti á tíðindafundinum eftir samráðingarnar hóskvøldið á, at tað er spurningurin um skiftistíðina, sum er høvuðsorsøkin til, at samráðingarnar slitnaðu Búskapurin skilir partarnar Danski forsætisráðharrin vísti á tíðindafundinum eftir samráðingarnar hóskvøldið á, at tað er spurningurin um skiftistíðina, sum er høvuðsorsøkin til, at samráðingarnar slitnaðu Magnus Dam og John Johannessen Keypmannahavn Fullveldissamráðingar Tað, sum skilir okkum er fyrst og fremst búskapur. Tað sum skilir okkum er, um skiftistíðin skal vera fýra ár, fimtan ár ella meira. Hesi vóru orðini hjá danska forsætisráðharranum á tíðindafundinum í forsætisráðnum beint eftir, at samráðingarnar um føroyskt fullveldi eftir tí leisti, landsstýrið hevur lagt upp til, slitnaðu í forsætisráðnum hóskvøldið. Poul Nyrup Rasmussen vísti á, at danska stjórnin metir hetta vera veruligu orsøkina til, at landsstýrið ikki longur vil samráðast eftir verandi grundarlag. Kjak um jura Forsætisráðharrin sipaði til, at landsstýrið hevur funnið eina ósemju um jura, sum tað kann heingja samráðingarslitið ella kanska vantandi samráðingarúrslitið uppá. Í kvøld hava vit havt eitt drúgt kjak um jura, sum eg ikki haldi hoyrir heima í hesum samráðingunum. Tað er greitt, at danska stjórnin virðir eina avgerð frá føroyska fólkinum um fullveldi. Hetta hevur ein breiður meiriluti á Fólkatingi greitt boðað frá. Vit hava staðfesti, at tað er føroyska fólkið einsamalt, ið ger av, hvør framtíðarstøða teirra skal verða. Greiðari kann tað ikki vera, slóð danski forsætisráðharrin fast í sambandi við kjakið, um Føroyar eru ein tjóð ella ikki. Poul Nyrup Rasmussen vísti á, at tað ikki ber til at hava eitt løgfrøðisligt kjak um, hvørt Føroyar eru ein tjóð ella ikki, eins og landsstýrið vildi á samráðingarfundinum. Danska stjórnin er í teirri støðu, at hon í hesum sambandi skal halda seg til grundlógina. Tí kann danska stjórnin ikki staðfesta, at Føroyar eru eitt >>sjálvstøðugt fólkarættarligt subjekt<<, staðfesti danski forsætisráðharrin. Poul Nyrup Rasmussen vísti á, at danska stjórnin hevur skotið upp fyri landsstýrinum, at tað skal lata føroyska fólkið skal gera av, um vit skulu halda fram undir verandi skipan, menna eitt sjálvstýri, ella um Føroyar skulu hava fullveldi. Umhugsa støðuna Báðir partarnir skulu nú umhugsa støðuna, sum er íkomin. Og einaferð, tá báðir partar eru klárir til at fara aftur til samráðingarborðið, skulu teir boða frá hesum. Hetta eru báðir partar samdir um, segði Poul Nyrup Rasmussen, sum annars harmast um, at støðan er vorðin, sum hon er nú. Landsstýrið sigur, at tað, eftir at hava ráðført seg við uttanlandsnevndina, fer at skjóta upp fyri løgtinginum at leggja soleiðis til rættis, at føroyingar sjálvir skipa eina trygga skiftistíð. Við hesum grundarlag skal Føroya fólk taka avgerð um framtíðarstøðu sína á eini fólkaatkvøðu. Eftir hesa fólkaatkvøðuna, ætlar landsstýrið undir aftur samráðingar við donsku stjórnina um, hvussu avgerðirnar verða settar í verk. Fer landsstýrið aftur til samráðingar, verður talan ikki um eitt framhald av samráðingunum higartil. Danski forsætisráðharrin gjørdi á tíðindafundinum greitt, at tá farið verður undir aftur samráðingar, er talan um heilt nýggjar samráðingar. Forsætisráðharrin vísti í hesum sambandi á møguleikan fyri at samráðast um øki fyri øki, soleiðis at Føroyar spakuliga menna seg til at gerast sjálvstøðugar. Poul Nyrup Rasmussen staðfesti eisini, at møguleikin, sum føroyingar altíð hava havt fyri at yvirtaka málsøki, sjálvandi framvegis er til staðar - samráðingar um fullveldi ella ikki. Hetta er kortini ikki nakað, sum verður tikið upp aftur í fullveldissamráðingunum, men ein generellum møguleiki, sum føroyingar hava í dag, um tað skal vera, segði danski forsætisráðharrin. Magnus Dam og John Johannessen - magnus@sosialurin.fo, john@sosialurin.fo Tjóðin ið hvarv Tað var spurningurin um, hvørt Føroyar eru ein tjóð ella ikki, sum fekk landsstýrið til at fara frá samráðingarborðinum í forsætisráðnum hóskvøldið. Landsstýrið vildi vera við, at føroyska tjóðin sum eitt hugtak er horvin í hugaheiminum hjá dønum Danir ristu undrandi við høvdinum, tá landsstýrið gjørdi tað til eitt aðalmál í samráðingunum at fáa stjórnina at góðtaka, at Føroyar eru ein tjóð ella eitt fólk. Hetta er ikki ein spurningur, sum hevur verið uppi og vent í samráðingunum higartil, og tað hevur einki við sjálvar samráðingarnar um fullveldi at gera, vildu danir vera við. Men hjá landsstýrinum hevði júst hesin spurningurin ein so stóran prinsipiellan týdning, at landsstýrið sýtti fyri at halda fram við samráðingunum, fyrr enn stjórnin greitt hevði givið til kennar, at hon góðkennir Føroyar sum eina tjóð ella fólk. Semja er um í Føroyum, at Føroyar eru ein tjóð, og hetta stendur eisini í føroysku útgávuni av heimastýrislógini. Í donsku útgávuni stendur hinvegin, at Føroyar eru "et folkesamfund", og orðið tjóð er ongastaðni at síggja í donsku útgávuni. Orðabøkur á borðið Sjálvt orðabøkurnar vóru á borðinum í forsætisráðnum í gjár, og tað bleiv ongantíð talan um nakrar veruligar samráðingar, tí landsstýrið helt fast um kravið um at verða góðkendir av dønum. Landsstýrið vísti á, at tað ikki er nóg mikið, at danir siga, at føroyingar sjálvir sleppa at avgera sína egnu lagnu. Hetta er ein rættur, sum Føroyar av sær sjálvum hava, av tí at vit eru ein tjóð, segði landsstýrið. Tað er ikki neyðugt hjá Føroyum at fáa eina góðkenning frá dønum til at skipa Føroyar sum fullveldi. Eitt fólk og ein tjóð hevur hendan rættin av sær sjálvum, og hann er ikki treytaður av einari danskari góðkenning. Fólkarættur móti tjóðarrætti Meðan landsstýrið helt seg til tað, sum á lógmáli eitur fólkarættur, so helt stjórnin seg hinvegin til tað, sum eitur tjóðarrættur. Meðan fólkarætturin skipar viðurskiftini millum tjóðir, so skipar tjóðarrætturin viðurskiftini innanhýsis í einari tjóð. Av tí at Føroyar eru í danska ríkisfelagsskapinum og skipar síni viðurskifti sambært heimastýrislógini, ber ikki til at fara yvir í fólkarættin, vísti stjórnin á á fundinum. Danmark kann ikki fara út alment og góðtaka Føroyar sum eina tjóð, fyrr enn Føroyar hava fingið fullveldi og eru ein suvenur statur. Tað er eingin ivi um, at danir og føroyingum løgdu hvør sítt í sjálvt hugtakið tjóð ella fólk. Meðan landsstýrið staðfesti, at Føroyar uppfylla treytirnar hjá ST fyri at vera ein tjóð, so staðfesti stjórnin, at Føroyar sum er ikki eru eitt "fólkarættarligt subjekt". I hugaheiminum hjá stjórnini er eitt "fólkarættarligt subjekt" tað sama sum ein suverenur statur, og stjórnin kann ikki góðkenna Føroyar sum ein suverenan stat, fyrr enn Føroyar hava fingið fullveldi. Landsstýrið vildi hinvegin vera við, at eitt "fólkarættarligt subjekt" er tað sama sum ein tjóð, og tað eru vit, og tað hava vit altíð verið í fólkarættarligum høpi. Poul Nyrup Rasmussen vildi ikki geva til kennar, at Føroyar eru ein tjóð, og spurningurin er tí, um Føroyar eru horvnar sum hugtakið tjóð í hugaheiminum hjá stjórnini. Ella um vit ongantíð hava havt júst hesa etikettina frá danskar síðu. Fyri landsstýrið hevur tað týdning, at greiða fæst á hesum spurninginum, og tað er ósannlíkt, at tað yvirhøvur verða samráðingar aftur, fyrr enn stjórnin hevur boðað frá, at hon virðir Føroyar sum eina tjóð. Landsstýrið fer nú fyri ST at gera greitt, at Føroyar eru ein tjóð, og spurningurin er so, um ST fer inn og avgreiðir hendan stríðsspurningin einaferð "med alla". Magnus Dam og John Johannessen - magnus@sosialurin.fo, john@sosialurin.fo Raðfylgjan vend við Sáttmálin við danir skal bíða, inntil føroyingar hava tikið avgerð um, hvørt Føroyar skulu vera ein sjálvstøðug tjóð ella ikki. Ger ein meiriluti av, at Føroyar skulu verða sjálvstøðug tjóð, skal ein nýggjur sáttmáli gerast við danir, sum eftirlíkar tí føroyska ynskinum Stjórnin og landsstýrið kunnu ikki koma ásamt um at skipa Føroyar sum fullveldi. Samráðingarnar seinastu sjey mánaðirnar eru slitnaðar, og landsstýrið fer nú at royna at venda raðfylgjuni við. Sáttmálasamráðingarnar eru útsettar, til føroyingar hava tikið støðu til sína egnu framtíðarstøðu á einari fólkaatkvøðu. Málið hjá landsstýrinum er kortini tað sama. Føroyar skulu hava fullveldi, men hetta má bíða eitt sindur. Fyrst skal fólkið spyrjast, og vil fólkið hava, at samráðingarnar um fullveldisríkið Føroyar halda fram, so fer landsstýrið niður aftur at samráðast við donsku stjórnina. Venda sær ST Eftir at samráðingarfundurin við stjórnina slitnaði hóskvøldið, boðaði landsstýrið frá, at ST í næstum fer at fáa eitt skriv frá landsstýrinum. Í skrivinum fer landsstýrið at gera vart við, hvørja støðu landsstýrið metir Føroyar vera í í altjóðarættarligum høpi. Landsstýrið fer at gera vart við, at tað einans er Føroya fólk, sum hevur rætt til at avgera sína egnu lagnu sambært fólkarættinum, og at landsstýrið stendur fast við ætlanini um, at Føroyar skulu verða ein sjálvstøðug tjóð. Landsstýrið skrivar í yvirlýsingini, sum er orðað bæði á donskum og enskum, at ein fólkaatkvøða fer at verða í Føroyum næsta ár. Føroyska fólkið skal spyrjast, um tað vil hava Føroyar at gerast ein sjálvstøðug tjóð. Tekur meirilutin av føroyingum undir við, at Føroyar skulu verða ein sjálvstøðug tjóð, so fer landsstýrið niður aftur til Danmarkar at samráðast. Hesin fólkaviljin skal tá fremjast í verki í samráðingum við donsku stjórnina. Eingin veit enn, júst hvat landsstýrið fer at spyrja fólkið um á einari fólkaatkvøðu. Verður tað ein greiður spurningur um loysing frá Danmark, ella verður tað ein meira mild orðing, ið einans hevur til endamáls at fáa greiðu á, um tað í Føroyum býr ein vilji til einaferð í framtíðini at skipa Føroyar sum eitt fullveldisríki. Fyrireikingarnar halda fram Høgni Hoydal boðaði á tíðindafundinum hjá landsstýrinum hóskvøldið frá, at landsstýrið fer at halda fram við fyrireikingunum, sum eru farnar í gongd. Landsstýrið hevur framvegis ætlanir um at gera ein skiftisgrunn, sum skal minka um búskaparligu avleiðingarnar av, at Føroyar gerast fullveldi. Landsstýrið fer eisini framvegis at arbeiða fram ímóti at rinda útbúgvingarstuðulin hjá føroyskum lesandi í Danmark. Við øðrum orðum heldur fullveldistilgongdin fram eins og hon hevur gjørt higartil, men føroyingar fáa eftir øllum at døma ikki eitt sáttmálauppskot at taka støðu til á einari fólkaatkvøðu. Sáttmalin við Danmark verður ikki gjørdur, fyrr enn fólkið í Føroyum hevur givið landsstýrinum grønt ljós til yvirhøvur at fara til Danmarkar at samráðast um ein nýggjan sáttmála. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Nú er neyðugt at spyrja føroyingar Tað er ikki meiri at samráðast við danir um, heldur Miðflokkurin Tað er ongin orsøk til at halda fram við samráðingunum við danir um fullveldið. Tað heldur Bill Justinussen, skrivari hjá tí minsta andstøðuflokkinum, Miðflokkinum. Hann sigur, at tað nú er neyðugt, at føroyingar sleppa at siga sína hugsan um framtíðarstøðu Føroya á eini fólkaatkvøðu. Men Bill Justinussen sigur, at tað skal verða ein fólkaatkvøða, har veljarin fær fleiri møguleikar at velja ímillum, líka frá óbroyttum heimastýri til loysing, so at allir møguleikar verða lýstir. Tað, sum hevur størst týdning er at vita, hvat føroyingar sjálvir vilja innast inni. Og á eini fólkaatkvøðu sleppur veljarin at taka støðu útfrá teimum treytum sum eru við fýra ára skiftistíð, og hvat danir annars kunnu ganga við til. Málið er so mikið væl lýst nú, at føroyingar vita, hvar teir flóta. Hinvegin heldur Miðflokkurin ikki, at tað er rætt at hava løgtingsval á hesum grundarlagnum. Bill Justinussen heldur eisini avgjørt, at tað var rætt av landsstýrinum at tvíhalda um, at danir skulu viðurkenna, at vit eru ein tjóð. Vit hava altíð følt okkum sum eina tjóð. Spurningurin er bara fyrst og fremst um vit eru ein tjóð í eygunum á øðrum tjóðum. Men nú er tað so sligið fast, at danir meta okkum ikki sum eina tjóð í altjóða høpi og haldi, at tað var rætt av landsstýrinum ikki at slaka í hesum sambandi. Landsstýrið heldur, at hesin trupulleikin kann loysast við einum brævi til ST, men tað dugi eg ikki at meta um, sigur Bill Justinussen. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo IRF endurnýtir pappírið IRF fer fyrsta dagin undir at savna pappír frá húsarhaldinum, sum skal endurnýggjast. Nýggj høll til skiljing og pakking verður bygd við brennistøðina á Hagaleiti Hagaleiti: Brúktar avísir og annað gott pappír skal nú aftur koma til heiður og æru. IRF fer undir eina royndarskipan, har brúkt pappír verður skilt frá øðrum húsarhaldsruski og endurnýtt. Brennistøðirnar í Føroyum eru ov smáar, sigur Ingvard Fjallstein, sum tekur sær av verkætlanini um pappírsinnsavning hjá IRF. Tær klára stutt og greitt ikki at brenna alt burturkastið, sum kemur frá føroyingum. Støðin hjá IRF brennir eini 17.000 tons av ruski árliga. Men seinnu árini eru eini 3.000 tons latin Kommunalu Orku og Brennistøðini í Havn, tí støðin á Hagaleiti ikki kláraði at taka í móti øllum. Tí var valið nú, um byggjast skuldi ein ovnur aftrat, ella farast skuldi undir eina endurvinningarverkætlan. Tá hugsað verður um prísmunin, var valið ikki so torført, sigur Ingvard Fjallstein. Ovnurin hevði kostað einastaðni millum 150 og 200 milliónir krónur, meðan endurnýtsluskipanin kann fáast fyri einar 15 milliónir. Stóri prísmunurin skuldi verið nóg góð grund til at valt ta loysnina, sum er endurvinning. Men eisini umhvørvisspurningurin vigar nógv í hesum máli. Meira pappír, brúkt verður, verri verður farið við skógunum. Skilja pappírið Aðalfundurin hjá IRF gjørdi av at fara undir eina endurvinningarskipan, sum í fyrsta umfari fer at umfata pappír. Ein høll verður bygd beint heiman fyri brennistøðina á Hagaleiti, har pappírið verður savnað og skilt. Ein pressa verður keypt, sum fer at pressa tað saman í bunti, sum síðan verða send av landinum til endurvinning í pappírsídnaðinum. Tað hevur eisini leingi verið góður siður í londunum rundan um okkum at endurnýta burturkastið. Serliga hevur talan verið um trý sløg av endurnýtslu. Jarn, pappír og orku. Jarni og teimum vørum, sum úr tí eru gjørdar, hava vit longu í eina tíð fingið nyttu burtur úr aftur. Til dømis gomlum bilum og køliskápum, sum eru pressað saman og send av landinum sum gamalt jarn. Orkuni hava vit fingið alt ov lítið burturúr. Hjá IRF er hon at kalla farin púra fyri einki. Eitt virkið varð bygt við síðuna av brennistøðini við júst tí fyri eyga at brúka hitan frá støðini. Men har er lítið virksemi í løtuni. Og pappírið fer bara í ovnin og síðan beint upp í luftina. Tað er óneyðugt, tí tað kann fáast væl av nyttu úr endurnýttum pappíri. Tí er tað, sigur Ingvard Fjallstein, at IRF nú hevur gjørt avtalu við eina kommunu um at verða royndarkommuna í eini ætlan við at savna inn og skilja brúkt pappír. Ætlanin er, at hvørt húsarhald í kommununi fær ein ruskposa eyka, sum bara skal vera til reint pappír. Tað vil siga slíkt, sum ikki hevur verið í samband við mat. Hugsað verður her um avísir, pappeskjur, kanska ein cornflakes pakka og tílíkt. Eggjabakkar og mjólkarpakkar kunnu ikki brúkast. Mjólkarpakkin er viðgjørdur, so har er ikki reint pappír, og í eggjabakkanum kann okkurt brotið egg hava verið, sum hevur dálkað so ikki ber til at kalla tað reint pappír. Eisini er valt bara at skilja eggjabakkar og tílíkt frá, so fólk sleppa undan at skulu taka støðu í hvørjum eisntøkum føri, um nú júst hesin bakkin er nóg reinur til at brúka aftur. Posarnir verða so tiknir eftir ávísari skipan. Tríggjar vikur á rað verður vanligi posin tikin, tá ruskbilurin kemur. Ta fjórðu vikuna verður bara posin við pappírinum tikin. Hin verður tá standandi eina viku eyka. Tá posin við pappírinum skal takast, verður heitt á fólk um at seta hann við síðuna av hinum posanum, sum er frammanundan. neyðugt verður ikki hjá fólki at fáa sær nýtt stativ, tí talan er um reint burturkast, bløð og annað, sum annars liggur í stovuni, og sum væl kann standa inni onkustaðni, til tað verður heintað. Sjálvandi heldur onkur so, at tá verður hann nakað fullur. Til tað sigur Ingvard Fjallastein, at so noyðast fólk bara at hugsa seg betri um, tá tey koyra í posan. Tey sleppa jú frá øllum pappírinum. Avísum, vikubløðum, reklamum og øllum tí, sum fyllir nógv. Og tað, sum má í posan, sum nú mjólkarpakkarnir, kunnu trýstast so mikið saman, at teir ikki fylla so nógv. Bingjuplássini Verður ov nógv í posanum kortini, verður so neyðugt at fara á bingjuplássið á staðnum við tí, sum ikki rúmast í posanum. Á bingjuplásunum fara eisini pappírsbingjur at standa í framtíðini, sigur Ingvard Fjallstein. Hann sigur, at IRF nakað skjótt fer at senda eitt hefti við frágreiðing um nýggju skipanina í hvørt hús. Har verður millum annað greinað sundur, hvussu tað ymiska burturkastið verður bólkað. Og hann leggur aftrat, at hetta heftið skal ikki koyrast í ruskposan. Tað er sera hent at hava liggjandi. Og júst bingjuplássini hevur verið tosað nakað væl um, sigur Ingvard Fjallastein á IRF. Upprunaliga ætlanin var, at bingjuplássini skuldu vera opin ávísar tíðir, og fólk skuldi so vera har og vegleiða teimum, sum komu við ruski, hvar tey skuldu koyra tað ymiska ruskið, tey komu við. Hendan ætlanin er líkasum við at detta burtur. Vanligt er nú, at plássini eru opin alla tíðina, og fólk koma og fara, sum til ber. Tað riggar flesta staðni hampiliga væl eisini, men ikki altíð nóg væl. Tað kemur meira enn so fyri, at vembur og annað slíkt liggur í jarnbingjunum millum køliskáp og bilfelgur, og tað er ikki selriga hugaligt hjá teimum, sum skulu tøma bingjurnar aftur. Ein ætlan um møguliga umlegging av skipanini við bingjuplássunum hevur verið umrødd, sigur Ingvard Fjallstein. Talan hevur verið um møguliga at skipa færri, nógv størri bingjupláss, har fólk altíð er, meðan opið er. Okkurt uppskot er gjørt, men einki er avgjørt kortini. Heilt eiðasørt við skiljing hevur ikki verið kortini, sigur Ingvard Fjallstein. Sovorðiðt rusk, sum krevur heilt nógva brenniorku, hava teir skilt frá eina tíð. Til dømis bildekk, trol og trolrestir umframt stóru fóður-, salt- og sementsekkirnar. Hetta verður alt, sum er, sent av landinum aftur til endurvining. Rusk er ikki longur bara rusk. Rusk er ein rávøra, sum onnur vøra, sum til dømis hiti, kann fáast burturúr. Dagfinn Olsen - dagfinn@sosialurin.fo Tróndur bíðar spentur Tróndur Patursson situr í Kirkjubø og bíðar, tí brátt fær hann svar uppá, um ætlaða verkætlan hansara í Kastrup gerst veruleiki. Greitt er tó, at talan verður ikki um kenda glasrúmið, og orsøkin er hæddarræðsla. Ætlanirnar um glaslistaprýði í eini kirkju í Newcastle eru í løtuni steðgaðar upp Listamaðurin og ævintýrarin Tróndur Patursson er kendur úti í heimi. Hevur m.a. nýliga sýnt fram í París. Tróndur hevur verið virkin uttanfyri landoddarnar og leingi hevur verið arbeitt við einum verki, ið eftir ætlan skal prýða um í Kastrup í Danmark. Tróndur situr spentur við telefonina í hesum tímum, tí avgerðin hesum viðvíkjandi kann falla hvørja løtu. Flogvøllur og hæddarræðsla Tó er greitt, at talan verður ikki um tað so kenda spegilsrúmið, kosmiska rúmið, ella nakað, ið minnir um tað. Hetta lá annars eisini í ætlanunum. Listaráðið, ið tekur avgerðirnar, hevur tó mett, at hetta er ikki skilagott. Meting teirra er, at ikki er ráðiligt at hava slíkt rúm á einum flogvølli, har fólk eru ávegis í flogfør og í luftina. Orsøkin er sambært listaráðnum, at fólk kunnu fáa hæddarræðslu av rúminum og hetta verður ikki mett ráðiligt á einum flogvølli. Men so er tað fuglakompositiónin, ið tykist hava møguleikar, sigur ein spentur Tróndur Patursson. Biskuppur mótmælti Tróndur hevur eisini leingi arbeitt við eini ætlan, har hann skal gera glaslist til eina kirkju í Newcastle. Her eru tó trupullreikar og ógreitt er, hvussu verður. Listaráðið á staðnum hevði tikið játtandi avgerð og fígging var fingin til vega. Men so mótmæltu biskuppur og prestar, tí hildið varð, at ætlanirnar samsvaraðu ikki við søguna og tað, ið prýddi kirkjuna frammmanundan.Ávís myndevni prýða kirkjuna og Tróndur hevur eisini myndevni úr bíbilsøguni. Men hóast abstarkkt list er í kirkjni, so ynsktu mótmælararnir ikki meira av hesum og vildu tryggja seg. Tað stendur í botni, men Tróndur umhugsar at gera broytingaruppskot, men spurningurin er um tað loysir seg og hvussu langt ein skal ganga á neyðsemjuvegnum, heldur Tróndur, sum eisini minnir á, at ofta er nógv spæl aftanfyri leiktjøldini í slíkum ætlanum. Møguliga verður komið til eitt úrslit til jóla viðvíkjandi ætlanunum í Newcastle, men støða verður tikin um ætlanirnar í Kastrup í hesum tímum og í Kirkjubø bíðar Tróndur spentur við telefonina. John Johannessen og Magnus Dam, Keypmannahavn - john@sosialurin.fo, magnus@sosialurin.fo Búskapurin skilir partarnar Danski forsætisráðharrin vísti á tíðindafundinum eftir samráðingarnar hóskvøldið, at tað er spurningurin um skiftistíðina, sum er høvuðsorsøkin til, at samráðingarnar slitnaðu Tað, sum skilir okkum er fyrst og fremst búskapur. Tað sum skilir okkum er, um skiftistíðin skal vera fýra ár, fimtan ár ella meira. Hesi vóru orðini hjá danska forsætisráðharranum á tíðindafundinum í forsætisráðnum beint eftir, at samráðingarnar um føroyskt fullveldi eftir verandi leisti slitnaðu í forsætisráðnum hóskvøldið. Poul Nyrup Rasmussen vísti á, at danska stjórnin metir hetta vera veruligu orsøkina til, at landsstýrið ikki longur vil samráðast eftir verandi grundarlagi. Í kvøld hava vit síðani havt eitt drúgt kjak um jura, sum eg ikki haldi hoyrir heima í hesum her samráðingunum. Danska stjórnin virðir eina avgerð frá føroyska fólkinum um fullveldi. Hetta hevur ein breiður meiriluti á Fólkatingi greitt boðað frá. Vit hava staðfesti, at tað er føroyska fólkið einsamalt, ið avger sína framtíðarstøðu. Greiðari kann tað ikki vera, slóð danski forsætisráðharrin fast í sambandi við kjakið, um Føroyar eru ein tjóð ella ikki. Føroyingar hava ynskt eitt løgfrøðisligt kjak um hesi viðurskifti. Men danska stjórnin er í teirri støðu, at hon í hesum sambandi skal halda seg til grundlógina. Tí kann danska stjórnin ikki staðfesta, at Føroyar eru eitt >>sjálvstøðugt fólkarættarligt subjekt<<, staðfesti danski forsætisráðharrin. Poul Nyrup Rasmussen vísti á, at danska stjórnin hevur skotið upp fyri landsstýrinum, at føroyska fólkið skal gera av, um vit skulu halda fram undir verandi skipan, menna eitt sjálvstýri, ella um Føroyar skulu hava fullveldi. Báðir partarnir skulu nú umhugsa støðuna, sum er íkomin í kvøld. Og einaferð, tá báðir partar eru klárir til at fara aftur til samráðingarborðið, skulu teir boða frá hesum. Hetta eru báðir partar samdir um, segði Poul Nyrup Rasmussen, sum annars harmast um, at støðan er vorðin, sum hon er nú. John Johannessen og Magnus Dam, Keypmannahavn - john@sosialurin.fo, magnus@sosialurin Fólkaatkvøða í 2001 FULLVELDISSAMRÁÐINGAR: Føroyska fólkið sleppur næsta ár at taka støðu til, um Føroyar skulu loysa frá Danmark. Samráðingar verða ikki aftur millum stjórnina og landssstýrið, fyrr enn fólkaatkvøðan hevur verið, og samráðingar verða bert, um føroyingar velja at loysa Samráðingarfundurin millum stjórnina og landsstýrið er nú liðugur, og tað ber til at staðfesta, at einki spurdist burturúr hesum fjórða samráðingarumfarinum, sum eisini gjørdist tað síðsta millum landsstýið og stjórnina í hesum umfarinum. Sambært landsstýrinum vil stjornin ikki ganga føroyingum á møti í spurninginum um, hvørt Føroyar eru ein tjóð ella ikki, og hetta vil landsstýrið ikki lata sær lynda. Landsstýrið fer tí til hús nú, og í einari yvirlýsing boðar landsstýrið frá, at fólkaatkvøða verður um ríkisrættarligu støðuna næsta ár. Tá skal føroyska fólkið gera av, um Føroyar skulu loysa frá Danmark. Landsstýrið sigur, at tekur ein meiriluti undir við, at Føroyar loysa, so fer landsstýrið eftir hetta at taka upp aftur samráðingar við Danmark til tess at eftirlíka ynskinum hjá meirilutanum í Føroyum. Landsstýrið fer at boða Sameindu tjóðum frá, at ein fólkaatkvøða um loysing verður í Føroyum næsta ár. John Johannessen og Magnus Dam, Keypmannahavn - john@sosialurin.fo, magnus@sosialurin.fo Hugtøkini skilja partarnar FULLVELDISSAMRÁÐINGAR: Tað stendur í botni í fullveldissamráðingunum á Christiansborg. Landsstýrið og danska stjórin eru grundleggjandi ósamd um spurningin, hvørt Føroyar eru ein tjóð ella ikki Støðan á Christiansborg líkist mest einum veruligum sliti í samráðingunum um føroyskt fullveldi. Partarnir eru aftur farnir hvør til sín at viðgera støðuna. Hóast samráðingarnar nú hava vart í fimm tímar, eru landsstýrið og danska stjórnin so at siga ongan veg komin nærri eini semju, enn tey vóru undan samráðingunum. Tað er spurningurin um Føroyar í fólkarættarligum høpi eru ein tjóð ella ikki, ið skilur partarnar. Fyri løtu síðani vóru embætismenn hjá danska forsætisráðharranum og embætismenn hjá løgmanni úti í ganginum í foræstisráðnum og kunnaðu fjølmiðlarnar um støðuna. Henda kunning menti seg skjótt til kjak millum føroysku og donsku embætisfólkini, ið mest líktist eini opnari samráðingarstøðu framman fyri fjølmiðlafólkunum. Líkt er til, at partarnir ikki bara eru ósamdir um, hvørt Føroyar skulu viðurkennast sum ein tjóð ella ikki. Partarnir hava eftir øllum at døma eisini hvør sína útlegging av hugtakinum tjóð. Sum skilst á embætisfólkunum, ætla partarnir at halda fram at samráðast nakrar tímar afturat, men tó eru lítlar vónir fyri eini semju. John Johannessen og Magnus Dam, Keypmannahavn - john@sosialurin.fo, magnus@sosialurin.fo Halda fast um fullveldi FULLVELDISSAMRÁÐINGAR: Landsstýrið fer helst at leggja eitt nýtt samráðingarupplegg fyri donsku stjórnina, men sambært formanninum í uttanlandsnevndini, fer landsstýrið ikki at víkja frá kravinum um fullveldi Fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnia á Christiansborg eru fyribils steðgaðar, og roknað verður ikki við, at nakað ítøkiligt fer at spyrjast burturúr. Hergeir Nielsen, formaður í uttanlandsnevndini, er eisini staddur á Christiansborg. Hann skilur støðuna soleiðis, at um einki kemur burturúr í kvøld, má samgongan seta seg saman at finna eitt nýtt samráðingargrundarlag, tá hon kemur til Føroya. Men stendur tað til Tjóðveldisflokkin, fer landsstýrið ikki at leggja upp til eina avtalu, ið inniber, at Føroyar verða verandi í ríkisfelagsskapinum. Vit fara ikki at taka undir við einum uppskoti, ið líkist tí hjá Javnaðarflokkinum. Eitt slíkt uppskot er bara ein nýggj heimastýrislóg, og eina slíka góðtaka vit á ongan hátt, sigur Hergeir Nielsen Sambært formanninum í uttanlandsnevndini er full semja í samgonuni um, at landsstýrið í einum nýggjum samráðingaruppleggi ikki skal víkja frá kravinum um føroyskt fullveldi. Magnus Dam og John Johannessen - magnus@sosialurin.fo, john@sosialurin.fo Bert samdir um eitt FULLVELDISSAMRÁÐINGAR: Anfinn Kallsberg staðfesti á fundinum, at stjórnin og landsstýrið bert eru samd á einum øki, og tað er á gjaldoyraøkinum Í sínum sokallaðu talupunktum gjørdi løgmaður greitt á fundinum, at partarnir so at siga ongan veg eru komnir við samráðingunum enn. Løgmaður tekur samanum samráðingarnar og staðfestir, at eftir tríggjar samráðingarfundir eru partarnir bert samdir um prinsippini um eitt gjaldoyrasamstarv millum Føroyar og Danmark. Á øllum øðrum økjum hevur stjórnin víst aftur føroysku ynskjunum, vísir løgmaður á. Hann staðfestir, at partarnir eru ósamdir um búskaparligu skiftistíðina, um umsitingarliga samstarvið og um ríkisborgararættin og rættindini hjá hvørjum øðrum. Eftir samráðingar í sjey mánaðir liggur ikki eitt einasta pappír á borðinum, sum hevur nakran týdning. Og stjórnin noktar at skriva undir nakað í felag, fyrr enn partarnir eru samdir um alt. Vit kunnu sostatt staðfesta, at danska stjórnin hevur vrakað uppskotið hjá landsstýrinum um, at Danmark og Føroyar gera ein fólkarættarligan felagsskap, segði løgmaður. Partarnir vóru ikki heilt samdir um dagsskránna fyri hendan fundin. Teir vóru samdir um, at nú skuldi status gerast, men so var heldur ikki semja um meira. Sum punkt nummar tvey á dagsskránni, hevur landsstýrið sett eitt punkt, sum snýr seg um tey yvirornaðu prinsippini fyri samráðingunum. Í hesum punktinum kemur landsstýrið inn á kjakið seinastu dagarnar um fólkarætt mótvegis ríkisrætti. Løgmaður vísir í hesum sambandi á, at forsætisráðharrin áður hevur sagt, at tað er føroyska fólkið, sum skal avgera framtíðina hjá Føroyum. At talan er um eitt val, sum í veruleikanum bara kann og skal avgerðast í Føroyum. Hetta hevur landsstýrið skilt sum eini greið boð um, at danska stjórnin og landsstýrið standa á felags grundarlagi: Nevniliga, at føroyska fólkið er ein tjóð í fólkarættarligum høpi, og at hon sostatt eisini er eitt fólkarættarligt subjekt við sjálvsavgerðarrætti, stendur í talipunktunum hjá løgmanni. Í samráðingunum er ivi kortini sáddur um, hvørt stjórnin yvirhøvur viðurkennir føroysku tjóðina og hennara ófrávíkiliga, fólkarætarliga sjálvsavgerðarrætt. Forsætisráðharrin hevur sagt, at Danmark ikki góðtekur Føroyar sum eitt sjálvstøðugt fólkarættarlig subjekt, og á annan hátt hevur stjórnin eisini givið til kennar, at hon ikki virðir hendan rættin. Stjórnin hevur víst aftur føroyska ynskinum um ein óheftan triðja part. Hon hevur boðað ST frá, at Føroyar hava eingi rættindi til at upptraðka á fólkarættarliga økinum uttan loyvi frá stjórnini. Hon hevur sýtt løgmanni at hitta NATO-aðalskrivaran. Hon hevur sýtt at fyljga áheitanini frá landsstýrinum og løgtinginum um, at føroyskt er tjóðarmálið í Føroyum. Fyritreytin fyri øllum hesum er, at føroyska tjóðin ikki er eitt fólkarættarligt subjekt, og tí ikki ein tjóð í fólkarættarligum høpi. Og hetta er ikki rætt. Føroyska fólki uppfyllir allar fólkarættarligar treytir fyri at vera ein tjóð, skrivar løgmaður í talupunktunum. Tá ið løgmaður hevði gjørt vart við hetta, og samstundis staðfest, at stjórnin ikki vil samráðast út frá tí grundarlagi, sum landsstýrið vil samráðast út frá, fóru partarnir hvør til sín. Partarnir sita framvegis og umhugsa støðuna, og enn er ógreitt, um føroyingar koma við einum nýggjum útspæli ella um danska stjórnin fer at eftirlíka ófrávíkiliga føroyska kravinum um, at Føroyar verða viðurkendar sum ein tjóð. Magnus Dam og John Johannessen - magnus@sosialurin.fo, john@sosialurin.fo Bíðar eftir útspæli frá føroyingum Poul Nyrup Rasmussen bíðar nú eftir einum nýggjum samráðingaruppleggi frá landsstýrinum Fyri løtu síðani var danski forsætisráðharrin útí í ganginum og kunnaði fjølmiðlarnar um støðuna, nú fullveldissamráðingarnar eru slitnaðar. Landsstýrið hevur boðað frá, at tað ikki ynskir at samráðast víðari eftir tí leisti, vit higartil hava samráðst eftir. Tí bíða vit frá danskari síðu eftir einum nýggjum útspæli frá føroyingum, segði Poul Nyrup Rasmussen. Samráðingarnar eru strandaðar uppá spurningin um fólkarætt mótvegis tjóðarrætti, og spurdur beinleiðis um hann góðtekur Føroyar sum eina tjóð, svarar Poul Nyrup Rasmussen, at hann ikki vil fara inn í eitt kjak um jura. Eg havi allatíðina sagt, at føroyingar sjálvir gera av, um teir ynskja at verða verandi í ríkisfelagsskapinum ella ikki, segði danski forsætisráðharrin. Partarnir hittast aftur um eina løtu, men tað er ógreitt, um samráðingarnar halda fram. Magnus Dam og John Johannessen - magnus@sosialurin.fo, john@sosialurin.fo Fundurin slitin Samráðingarfundurin millum stjórnina og landsstýrið slitnaði fyri løtu síðani. Løgmaður staðfestir, at stjórnin er ikki sinnað at gera ein sáttmála, sum tekur støði í samráðingarupplegginum hjá landsstýrinum. Samráðingarfundurin millum stjórnina og landsstýrið slitnaði fyri løtu síðani. Løgmaður staðfestir, at stjórnin er ikki sinnað at gera ein sáttmála, sum tekur støði í samráðingarupplegginum hjá landsstýrinum. Fyribils er ein steðgur í ein hálvan tíma, og tað er óvist, um samráðingarnar yvirhøvur verða tiknar uppaftur. Tað er danski forsætisráðharrin, sum hevur biðið um steðgin í samráðingunum. Landsstýrið staðfestir, at stjórnin er ikki sinnað at samráðast út frá fólkarættarligum treytum, og landsstýrið fer ikki undir aftur samráðingarnar, fyrr enn talan er um samráðingar á fólkarættarligum støði. Føroyska landsstýrið fer ongantíð at samráðast um ein sáttmála, sum ikki byggir á fólkarættarligt grundarlag, segði Sjúrður Skaale, talsmaður hjá landsstýrinum, stutt eftir, at forsætisráðharrin ynskti at fáa ein steðg í samráðingunum. Oddagrein: Landsstýrið eigur Politiski pallurin í Føroyum er óruddligari enn hann hevur verið í mong mong ár, eftir miseydnaðu samráðingarnar í Keypmannahavn hósdagin millum stjórnina og landsstýrið. Staðfestast kann, at høvuðssetningurin hjá hesum landsstýrinum at skipa Føroyar sum fullveldisríki er fokin. Hetta ásannaði eisini bæði løgmaður og varaløgmaður meiri og minni í viðmerkingum eftir tær miseydnaðu samráðingarnar. Tá ein stjórn - ella landsstýrið í okkara føri - ikki røkkur á mál við einum høvuðsmáli, leggur stjórnin frá sær. Hon letur annaðhvørt aðrar flokkar koma framat ella skrivar hon út nýval til tjóðartingið. Men vit hava enn torført at venja okkum til parlamentariskar siðir, og landsstyrið hevur longu boðað frá, at tað verður sitandi, og fer í staðin at stinga eina nýggja kós út í kortið. Henda kós ber m.a. í sær, at Føroya fólk á eini fólkaatkvøðu skal taka støðu til, um Føroyar skulu gerast ein sjálvstýrandi tjóð! Soleiðis skiltu í hvussu er teir flestu síggjararnir og lurtararnir landsstýrismanningina hóskvøldið. Kanningarnar hava víst, at flestu føroyingar halda, at vit sum frálíður skulu gerast sjálvstýrandi, men spurningurin er nær, og hvussu tillagingartíðin verður. Ein fólkaatkvøða við hasi ætlanini kann tí ikki gerast annað ennn "bóndafangarí". Við at gera spurningin "um føroyingar eru ein tjóð við sjálvsavgerðarrætti" flutti landsstýrið eyguni burtur frá tí veruliga trupulleikanum, sum er tann fíggjarligi spurningurin og tann búskaparliga skiftistíðin. Allir føroyingar ásanna, at føroyingar eru ein tjóð, og tað verður eisini sagt í heimastýrislógini og í øllum fyritreytunum fyri hesi lóg. Løgfrøðingurin, Halgir Winther Poulsen, sló eisini fast í Útvarpinum, at hetta er ikki ein spurningur, sum skal umrøðast við donsku stjórnina á verandi stigi í samráðingunum. Tann dagin, Føroyar hava fingið fullveldi, hava vit eisini øll tær altjóðarættarligu heimildir, sum sjálvstøðug lond hava. Við taktiskum snildi eydnaðist løgmanni at grugga málið um tann fíggjarliga spurningin, tí hann og landsstýrið eru fullgreið yvir, at Føroya fólk høvdu sagt nei til fullveldi ella sjálvstýri við fýra ára skiftistíð. Tann frægasta leiðin til sjálvstýrið er tann hóvliga leiðin, sum Javnaðarflokkurin hevur mælt til, og sum ein meiriluti í Tiginum hóast alt er fyri, tá vit hugsa um persónligu meiningina hjá fólkafloks- og sjálvstýrisflokstingmonnunum. Um tað er eina slíka kós, landsstýrið fer at stinga út í kortið, fáa vit at síggja í politiska orðaskiftinum í komandi tíðum. Men rættast hevði verið, um landsstýrið legði frá ær, og skrivaði út nýval til Løgtingið. Sosialurin Birgir Kruse - birk@post.olivant.fo Microsoft á sámiskum Málkøn fólk hava ofta havt á munni, at teldutøknin avskeplar málið. Tey meyla, tjatta, logga av, seyva og delita. Málið skapar eina gjógv millum ung og gomul, føroyskt og fremmant, verður sagt. Eisini sámar kenna til henda trupulleika. Fyrsta dagin verða sámiskir stavir tøkir, tá umræður forrit frá Microsoft. Sámisku stavirnir fara fyrstu ferð at bleiktra á skíggjanum, tá Sámatingið flytir í nýggj høli í Karasjok har norðuri í Noregi. Sámatingið hevur leingi arbeitt miðvíst við at tryggja sámiskum stavum innivist í telduskráum. Kann henda, at hetta kann verða við at tryggja eitt hótt mál. Eli Skogerbø á lærda háskúlanum í Oslo hevur staðið fyri kanningini, sum nevnist "Samiske medier - innhold, bruk og rammevilkår", har sagt verður, at bert helmingurin av sámiska fólkinum skilir sámiska málið. Sámar eru upprunafólk, sum í Noregi ætlandi fevna um 30.000 til 50.000 fólk. Sámiskt er býtt sundir í fleiri mál. Í Noregi verða nýtt norðursámiskt, lulesámiskt, suðursámiskt og eystursámiskt, ella skoltesámiskt mál. Norðursámiskt mál verður nýtt í sámisku bløðunum eins og í Sámaútvarpinum, sum er skipað undir NRK. Norðursámiskt verður eisini nýtt í umsitingini og sum móðirmál hjá fleiri, ið búgva í innaru Finnmørkini og í pørtum av Troms. Í kanningini hjá Eli Skogerbø verður staðfest, at tað er einans í Karasjok (82 %) og í Kautekeino (90%) at tey, sum har búgva, tala sámiskt mál heima. Sjálvt í hesum mest sámisku kommunum, eru tað einans . Birgir Kruse - birk@post.olivant.fo Alnetsmentan Tá teir báðir rithøvundarnir, Nathaniel Wice og Steven Daly, góvu út bókina "alt.culture", fóru teir at nýta alnótina til tess at gera vart við bókina. Sølufremjandi síðuna løgdu teir ikki niður, men hava støðugt økt um hana. Í dag kann heimasíða teirra www.altculture.com metast sum ein alfrøði, ið umrøður allar hugsandi partar av dagsins fólksligu mentan, eins og talgildar miðlar fyrr og nú. Við herðing á beint nú. Til ber at leita fram eftir fummum, ella eftir bókstavaraðnum. Harumframt er eisini ein "sjálvstýrari" á síðunu, sum ávísar tíðir kann seta teg inn í úrvald viðurskifti á heimsins samansetta mentunarpalli. Málið er enskt, og leita vit eftir Faroese, finna vit einki. Men leita vit eftir Danish, so finna vit eina áhugaverda grein um Barbie-dukkur og Barbie-mentanina við fleiri tilvísingum. Leita vit eftir William Heinsen, finna vit einki, men verða førd innar í tykisheimin hjá William Burroughs, cyberpunk og the Anarchists' Cookbook. Og ikki um at tala, um vit leita eftir rokkbólkinum U2, ella hava hug at kanna mentunarlig tónleikarák, sum eitt nú grunge. Tá er hópurin av tilfari. Washington Post gevur heimasíðini skoðsmálið "an exhaustive ecyclopedia of the cultural edge", meðan bløðini G.Q., Wired og Q nýta hesi orð um nýggju mentunarligu nettænastuna: "Sharp", "definitive" og "unpatronizing". Av sonnum ein mentunarlig samtíðarkumpass í tiltakandi tykisheimi okkara. Birgir Kruse - birk@post.olivant.fo Ansni og skapan MENTAN: Ístaðin fyri at definera nakað ávíst sum mentan kunnu vit heldur minna hvønn annan á tann subjektiva partin við ansni og skapan, sum bert vit sjálv hava ábyrgd av, tey viðkvomu sporini frá farnum ættarliðum og tað neyðuga samskiftið um, hvat ið er týdningarmikið - og hví Birgir Kruse Fyrst vil eg siga tillukku við formanssessinum í Mentanargrunni Landsins. Hvør er tín bakgrund, tá vit hugsa um henda sess? Takk fyri, Birgir. Tað mentanarliga hevur altíð havt mín allarstørsta áhuga - serstakliga bókmentirnar, vísindini og filosofiin. Mín bakgrund annars? Síðani august 1988 hevur Føroya Fólkaháskúli - yrkisliga og arbeiðsliga - verið mítt eitt og alt. Eg vóni, at tær royndir, eg havi fingið í hesum starvi, at varðveita og menna Háskúlan, eisini kunnu verða mær til gagns í slíkum uppgávum, sum Mentanargrunnurin ber í sær. Nevndararbeiði av hesum slag er ofta kontant og pappírsligt, men síðst og seinast so snýr tað seg eisini um at samskifta við nógv ymisk fólk um nógv ymisk ting, royna at skoða eitt vet út í framtíðina og at taka ábyrgd av egnum avgerðum. Við lóg er gamli Mentunargrunnur Føroya Løgtings lagdur niður, og nýggi Mentanargrunnur Landsins tekur við. Hvør er munurin á hesum báðum grunnum? Tann gamli grunnurin virkaði við støði í eini reglugerð. Nú er tað Løgtingslógin frá 17. mai og kunngerðin frá 21. september 2000, sum áseta karmar, krøv og heimildir. Bæði í tí gomlu reglugerðini og í nýggju lógini verður staðfest, at endamál grunsins er "at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og mentanarmálum." Men lógin leggur afturat "bæði hjá leikum og lærdum". Og tá lógin eisini leggur dent á, at nevndin skal hava "breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan" so boðar hetta frá einum ynski um, at nevndin skal hugsa og virka á tí breiðast møguliga grundarlagnum. Samtíðis ásetur kunngerðin, at nevndin skal meta um listarlig og faklig dygdareyðkenni og sostatt skal grundgeva -estetiskt og innihaldsliga, gangi eg útfrá - fyri øllum avgerðum. Eisini verður lagt upp til eina greiðari raðfesting: starvslønir, íverksetanir (serstakliga fyri ung listafólk) og verkætlanir í fyrsta umfari - og síðani stuðul til útgávur av ymiskum slagi. Alt hetta er lættari sagt enn gjørt - og tað skal gerast. Kann ein siga, at henda avgerð ber boð um eitt nýtt mentanarhugtak, ella mentanarsýni, her á landi? Ein livandi mentan er pr. definitión altíð í broyting, men hinvegin krevst óivað annað og meir enn løgtingssamtyktir og nevndaravgerðir fyri at broyta mentanarsýnið -tíbetur. Spurningurin er, um tað yvirhøvur er nakað, sum vit kunnu kalla eitt "føroyskt mentanarsýni", og um tað eigur at vera eitt slíkt? Tú bert ongan ótta fyri, at nýggi grunnurin leggur upp til meiri professionellar umsøkjarar og útilokar t. d. fólksligu mentanina? Teir fíggjarligu karmarnir eru trongir, og nevndin skal grunda sínar avgerðir í kvalitetsmetingum. Tískil kann tað vera eitt vandamál, at tað í summum førum verður lættari hjá nevndini at velja tað professionelt snøgga, men kanska grunna, framum okkurt livandi og nýskapandi, men sum at síggja til virkar óruddiligt ella ribbaldsligt. Tað er einki einfalt svar til henda spurning. Hetta er nakað sum setir krøv til nevndarlimirnar um bæði kritiskt innlit, hugflog og víðskygni. Annars fer fram ein professionalisering innan øll mentanarøki í dag, eisini innan ta fólksligu mentanina, og tað óansæð, hvønn politikk, grunnar og myndugleikar hava. Mong plaga at allýsa - definera - hugtakið mentan. Og mong eru boðini. Hvussu vildi tú allýst hugtakið mentan? Ja mong eru boðini; sambært Encyclopædia Britannica eru tað í minsta lagi 165 definitiónir av mentanarhugtakinum. Hvør í sínum lagi eru hesar definitiónir rímiligar, men tá ið av tornar eru tær ikki nøktandi allíkavæl. Eg skal ikki koma við nøkrum íkasti til hesa definitiónsrúgvuna, men heldur við einari mynd: Mentanin er sum ein søga, ið fortelur seg sjálva, og sum dregur fólk og fæ við sær í søgumeldrinum. Okkara leiklutur sum menniskju er tó ikki læstur og lokaður. Vit kunnu leggja uppí og ríka hesa annars óstýriligu søguna við máli, myndum og virksemi ella vit kunnu, í líkasælu t. d., viska spor burtur og oyðileggja óbøtilig virði. So ístaðin fyri at definera "mentan" kunnu vit heldur minna hvønn annan á tann subjektiva partin við ansni og skapan, sum bert vit sjálv hava ábyrgd av, tey viðkvomu sporini frá farnum ættarliðum og tað neyðuga samskiftið um, hvat ið er týdningamikið - og hví. Hvørjar eru upphæddirnar, Mentanargrunnur Landsins hevur at arbeiða við beint nú og so tey komandi árini? Til at brúka í 2001 eru játtaðar 3 milliónir danskar krónur í føroyskum seðlum. Eg havi skilt tað so, at tey komandi árini er ætlanin, at henda játtan skal veksa við eini hálvari millión árliga. Hvussu verður grunnurin umsitin? Grunnurin verður stjórnaður av eini nevnd við fimm limum. Henda nevnd skal semjast um gjøllari arbeiðsreglur, sum síðani skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Annars umsitur nevndin játtanina sjálvstøðugt og óheft av politikarunum. Eina ferð um árið verða kunngerð og viðtøkur í grunninum eftirmett av mentamálastýrinum og nevndini í felag. Samlaða virksemið hjá grunninum skal so eftirmetast triðja hvørt ár. Hvussu mangir fundir hava vanliga verið? Vanliga hava fimm til seks árligir fundir verið. Eg rokni við, at tað verða tíggju til tólv um árið í framtíðini - minst. Hvussu mangar umsóknir koma vanliga inn? Í 1998 komu heilt nágreiniliga 194 umsóknir, í 1999 var talið 234 og higartil í ár eru komnar 190 umsóknir. Eisini her rokni eg við, at talið á umsóknum fer at vaksa, serstakliga eftir teimum munagóðu starvslønunum. Um ein hevur hug at royna nýggja møguleikan at fáa starvsløn, heilt upp í trý ár, hvør er so mánaðarliga lønin í krónum og oyrum? Starvslønin svarar í upphædd til læraraløn, sum er á lønarstigi 21, stig l - heilt nágreiniliga vil tað siga 17.876,26 kr um mánaðin. Hvussu verður hetta við starvsløn gjørt av? Hvør kann og hvussu? Eg ímyndi mær, at henda avgerð verður grundað á eina dygga viðgerð og eitt reiðiligt kjak millum teir fimm skilagóðu nevndarlimirnar. Øll, sum takast við mentanarligt virksemi - tað kann vera skrivligt, listaligt ella fakligt - og sum vilja hava arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið, kunnu søkja. Tað er so upp til nevndina at meta um, at velja og vraka. Allar avgerðir, bæði játtanir og frávísingar, skulu grundgevast og umsøkjarin skal kunnast um hesar grundgevingar. Í samgonguskjalinum verður sagt, at orð skal setast á ein føroyskan mentapolitikk. Verður Mentanargrunnurin eitt amboð í fráboðaða almenna mentapolitikkinum? Í tann mun Løgtingslógin um Mentanargrunn Landsins er eitt amboð í ætlaðum mentanarpolitikki er grunnurin eisini eitt amboð. Annars er setningur grunsins ikki at reka aktivan mentanarpolitikk, men heldur at geva teimum virkisfúsu betri møguleikar og fríari ræsur. Í mun til tey skapandi, granskandi og mentanarliga aktivu fólkini er grunnurin passivt tilfeingi, sum við hugflog og kreativari orku kann umskapast til "mentan". Hvussu fer grunnurin at lýsa við stuðulsmøguleikum og virksemi annars; nakra serliga virkisskrá, ella lýsingartiltøk? Heimasíðu eitt nú? Vit fara at lýsa væl og virðiliga við teimum møguleikum sum eru. Her eru fleiri óviðgjørdir spurningar enn, men heimasíðan verður sjálvsagt eitt andlit grunsins úteftir. Sum formaður í Mentanargrunni Landsins, hvørji ráð hevur tú til tey, sum hugsa um at søkja og ongantíð hava roynt tað áður? Skulu tey fyrst fáa sær grannskoðara, roknskaparleiðara osfr? Nei - tað er ikki neyðugt at fáa sær hvørki grannskoðara ella roknskaparleiðara. Men tað er neyðugt at lýsa sínar ætlanir greidliga; sum sagt verður eftirspurningurin óivað størri enn útboðið - so onkursvegna má umsóknin hava sannførandi tyngd, men tað er ómøguligt frammanundan at siga nágreiniliga, hvat tað inniber. Byrjanarstøðið er, at vit standa á berum - umsøkjari so væl sum játtandi nevnd. Næsta ár verður Listahátíð í Føroyum. Hvat kundi tu hugsað tær at sæð ella upplivað? Eg kundi hugsað mær at sæð okkurt eg aldrin hevði vilja gloymt aftur og upplivað okkurt, sum eg næstan ikki havi upplivað fyrr. Takk fyri prátið og góða eydnu framyvir! Takk somuleiðis - og takk fyri, at tit sýna áhuga fyri hesum virkseminum. Birgir Kruse - birk@post.olivant.fo Grundlógarnevndin FAB FOUR: Mangar eru kvartettirnar; Teir Fýra á plátu, í bók, í teknirøð, ella á filmi - andaligir ella verðsligir. Men tá vit siga teir Frálíku Fýra úr Liverpool er einki ivamál. Øll vita, hvønn vit tosa um. Tí hetta er grundlógarnevndin í dagsins almúgumentan. Og enn einaferð er grundlógarnevndin savnað. Hesaferð í bók, ið krevur stóra skriviborðið Birgir Kruse ANTHOLOGY: Oh mín sjel, er hon komin. Bókin um beatlarnar úr Liverpool, skrivað soleiðis, sum teir sjálvir vilja. John, sjálvandi posthumt. Kom framat hesum sekspunds risa í Bókasøluni hjá altíð fryntliga Kára í SMS. Kagi innar í permuna, sum er í arkarbrotið, jú Klaus Voorman eigur hana. Sami maður, sum skar Revolverplátuna so hegnisliga í 66. I feel fine. "Innan Elvis var einki" skal John Lennon hava sagt. Kjakast kann til dómadags um virðið í hesum pástandi, tí Elvis bygdi jú sjálvur á blues og country - svart og hvítt - hvørs samanrenning varð upprunaligi rokktónleikurin á bygd, har balstýrin ung møttust. Langt innan Elvis. Og Haley við. Heilt aftur til ta ferðina, Hank koyrdi inn í náttina, Sony gav okkum transistarin, og grammofonin kom á borðið, heilt til ta tíð kunnu vit av røttum siga, at innan hetta var einki. Innan grammofonina var einki. Við grammofonini bleiv rokktónleikurin markleysur og fór um allan heim. Og ger tað enn, nú vit eru um at leggja lok á tjúgindu øld og kunnu staðfesta, at ivaleyst var júst hann - rokktónleikurin - mest tónagevandi miðil í fólksligu mentanini og tað uttan at hava mist stevið. Still my guitar gently weeps. Fimm ár seinni møttust tveir unglingar á einum kirkjubasari í Liverpool og verðin skuldi aldri verða hin sama. Heilt nágreiniliga leygarkvøldið hin 6. juli 1957. John og Paul. Hin seinni imponerar hin fyrra við at duga at stemma ein gittara og hópin av sangum. Grundlógarnevndin verður til. Restin er søga; fyrsta plátan, hin síðsta og so framvegis. Vanligu popptrivialitetirnir. Men stóri spurningurin var altíð, hví? Hví fóru teir hvør til sítt, hin gráa fríggjadagin 10. apríl í 1970? Var tað Yoko Ono, sum spilti spælið, ella var tað hin peningagríski Paul? Ella vóru hetta bara søgur? 400 ymsar bøkur hava roynt at svara. So mangar bøkur sigast hava verið skrivaðar um The Beatles. Bert í aktuellu bókaskránni hjá A&R Booksearch í Cornwall - hin fremsti tónleikabókahandilin - finna vit 100 Beatlesbøkur. Sigst, at hetta var orsøkin til, at Paul fekk lagsbrøðurnar George og Ringo at siga teirra egnu søgu. Og her er hon so. 367 blaðsíður, innbundin, í arkarbroti fyri 490 krónur. Eitt gott keyp um ein samanber við danska prísin, sum er 649 krónur. Og í Noregi sama upphædd í norskum krónum. Fyri sparda peningin fæst júst ein nýggj fløga! Í bókini "Antholgy" kunnu vit á bls. 347 lesa hesi orð frá Ringo um Beatles-skilnaðin: "Eftir at Plastic Ono Band fyrstu ferð høvdu spælt í Toronto, møttust vit í Sawille Row, har John at enda reisti spurningin. Hann segði "Ja, hatta var so tað dreingir. Lat okkum gevast nú". Hinvegin kann á somu síðu lesast, at Paul hevði roynt at hildið orkestrinum saman: "Eg segði, at vit skuldu royna at spæla á teimum smáu støðunum aftur - eg eri sannførdur um, at vit eru eitt fínt, lítið orkestur, vit skuldu funnið upprunaligu røturnar, og hvør veit, hvat so kann henda? Kanska gevast vit tá, ella finna vit útav, at vit enn hava nakað at geva". Paul McCartney heldur fram "John stærdi at mær og segði: "Tú, eg haldi tú ert pillbýttur, eg hevði ikki ætlað at sagt tær tað, fyrr enn vit høvdu skrivað undir sáttmálan við Capitol" - Klein royndi at fáa okkum at skriva nýggjan sáttmála við plátufelagið - "Men eg fari úr bólkinum!" Vit bliknaðu allir og hingu við nevninum", sigur Paul um dagin, tá teir endaligu gjørdu av at fara hvør til sítt. Stundum kann ein farri av misnøgd hómast, tá um Yoko Ono ræður. Hon órógvaði og ivaleyst hjálpti hon John Lennon at finna dyrnar. Og kanska var tað í røttum tíma. "Hon noyddi meg at gerast avant-garde og læta meg úr klæðunum, beint sum eg bara ynskti at blíva Tom Jones" sigur John Lennon yvir kendu sovikamarsmyndini, har hann og Yoko standa spillnakin (bls. 300). Við størri greidleika kemur fram, at Paul McCartney stundaði eftir tí fullkomna og helst hevur hevjað seg upp á stjórnarpallin nakað ofta. Í hvussu er í mun til hinar. Ein gerð, sum ikki er sambærilig við felags Beatles-andan í bólkinum yvir øllum samanspældum bólkum, har "her-og-nú" kenslan var kjarnin. So leingi tað vardi. John Lennon tímir ikki hesa stremban. Orkar hana ikki. Hatar hana. Og alt hon umboðar. Hetta er list og ikki fals. Men Paul McCartney er maðurin, ið heldur saman, skipar og fær burturúr. Og tað er ikki so lítið. Enn kennast fólk við Beatles og teirra tónleik. Kenna teirra sangir, keypa teirra fløgur. Beatles hava livað av allar kreppur í tríati ár og gera tað ivaleyst enn. Í brotinum "The Split" sigur George Harrison á bls. 353: "The Beatles vóru alt, ið hendi okkum. Tað snýr seg um at skilja, at upp og niður snúgva seg um somu rørslu. Alt broytist, og er tó í javnvág, og hvat, ið enn hendir, er tað tú, sum setir tað í gongd. Moralurin í hesi søgu er, at um tú góðtekur hæddarpunktini, so mást tú eisini gjøgnum dýpini. Grundað á The Beatles, vórðu tilverur okkara á einum nógv intensari støði av hesum sama: um hvussu ein kundi læra at elska og hata, og upp og niður, og gott og ilt, og at missa og vinna. Samanborið við onnur var tað lívið, vit livdu spentari, ein hyper-versión. Tó, samanumtikið, er alt gott. Tað, ið hendi okkum, er gott, tá vit læra. Ilt kann tað bert blíva, um vit ikki lærdu: Hvør eri eg? Hvar fari eg? Hvaðan eri eg?" Tað eru beatlarnir sjálvir, ið siga frá í bókini "Anthology". Søgur teirra glíða inn í hvørja aðra, so ilt er at halda skil á, hvar hvør partur endar. Í veruleikanum endar bókin ikki fyrr enn tú letur hana aftur. Hetta er ein nærum endaleysur streymur av samrøðum úr sjónvarpssendingunum, sum í 1996 fylgdu við og løgdu grund fyri teim trimum Anthology-fløgunum (1995-96) og 8 videobondunum, sum síðani fingust til keyps. Nú bókin er komin er krúnan sett á verkið. Hetta verkið. Tí Apple-ánararnir, amputeraða grundlógarnevndin Paul, George, Ringo og Yoko hava enn eina forrætning at koyra. Tey taka avgerðirnar og øll hava tey eina hugsan um, hvussu hetta skal gerast, sigur norski EMI stjórin Michael Manasse. Ítøkiligar ætlanir, sum røkka tíggju ár fram í tíðina, eru longu samtyktar, sigur hann. Og tað er eingin loyna, heldur Manasse fram, at talgilt fínpussaðar upptøkur av gomlum plátum verða endurútgivnar og at ein stór Beatles-boks fer at koma. Á heimasíðuni www.beatlesfans.com frættist, at í kjalarvørrinum á "Anthology" bókini hjá Cassel & Co, kemur ein savnsfløga við teim bestu Beatles-sangunum fyrst í næsta mánaði. "The Beatles Greatest Hits" er heitið, og fløgan fevnir um 27 sangir, sum allir hava verið nummar eitt í USA og Onglandi. Aldri áður hevur verið gjørdligt at fáa bestu Beatles-sangir á einum diski. Stóð tað til plátufelagið EMI var fløgan longu í búðunum, men Apple, sum eigur rættindini til Beatles-sangirnar, hevur aðrar ætlanir. Ájú, hava áður verið savnsplátur við The Beatles. Hvør minnist ikki dupultu pláturnar "1962-1966" og "1967-1970", sum eisini gingu undir heitinum "hin reyða og hin bláa"? Hesar savnsplátur, sum komu á Apple í 1973, eru seldar í 30 mió eintøkum. Sølan er strandað, tí tilsamans eru tær ov dýrar. Nýggjur pakki má til, og nú kemur hann. Ein einsamøll savnsfløga, sum letur upp fyri nýggjum keypskreftum, nú jólini eru í hond. Og í heimlandi jólamansins væntar stjórin í norska EMI at selja hálvthundraðtúsund Beatles "Greatest Hits" fløgur hesar knøppu tveir mánaðirnar uppundir jól. Og væl í gagnist teimum. Vit taka fegin ímóti. Grundlógarnevndin megnar enn at seta tónan. Bestu LP'plátur nakrantíð: bók 1978) bók 2000) tíðarrit 2000) Beatles -filmar: Ummælarin Leonard Maltin metir filmin sum ein klassikara og gevur honum besta ummæli. Help! Richard Lester UK 1965 90 min, í litum. Maltin gevur filminum gott skoðsmál. Dokumentar-filmar: US 1982, 120 min í litum. Frásøgumaður er Malcolm McDowell. Maltin gevur hesum dokumentarfilmi 3 av 4 stjørnum. US 1979, 100 min í litum. Maltin gevur hesum sv-dokumentarfilmi miðal skoðsmál. Bólkurin Rain framførur kendu Beatles-sangirnar. Bestu sangir nakrantíð: tíðarrit 2000) Vit eru málið sum vit tosa Viðurskiftini hjá føroyskum rithøvundum eru ikki serliga góð. Føroyar er tað einasta landið í heiminum, sum ikki letur nakað nevnivert til listafólk. Tað syndrið, sum er komið aftrat á hesa víðkaðu kunngerðina frá Mentunnargrunninum, er ikki nógv. Tað at listafólk nú kunnu fáa starvsløn í hálvt ár, eitt ár og trý ár, er ein skipan, sum ikki er í samsvar við tær aðrastaðni, sigur Carl Johan Jensen, rithøvundur m. a. í samrøðu við Sosialin Oddfríður Marni Rasmussen Eg havi altíð hildið um Carl Johan Jensen, at hann er helst tann maðurin í tí føroyska mentakjakinum, sum torir at siga sína meining, óansæð hvussu hon so verður móttikin. Tað er gott at hava ein so erligan mann innan fyri tann listarliga heimin. Tí hesin heimur ber brá av at tiga tingini íhel. Ein danskur vinmaður hjá mær segði einaferð, at mann skuldi trúð, at føroyingar fingu bót fyri at opna munnin. Hetta kann í hvussu so er ikki sigast um Carl Johan Jensen. Heima hjá honum spurdi eg hann: Hvussu heldur tú, at viðurskiftini eru hjá føroyskum rithøvundum? Tey eru ikki serliga góð. Føroyar er tað einasta landið í heiminum, sum ikki letur nakað nevnivert til listafólk. Tað syndrið, sum er komið aftrat á hesa víðkaðu kunngerðina frá Mentunnargrunninum, er ikki nógv. Tað at listafólk nú kunnu fáa starvsløn í hálvt ár, eitt ár og trý ár, er ein skipan, sum ikki er í samsvar við tær aðrastaðni. Ein broyting, sum kundi verið gjørd, er tað, sum teir brúka í Írlandi. At tú ikki rindar skatt av teimum pengunum, tú fær av tínum listarliga arbeiði. At listafólk verða undantikin skatt upp til 150.000 ella 200.000 krónur. Men tað er ein sovorðin óvilji móti at gera nakað við hetta yvirhøvur. Er tað tí, at landið skal gjalda, at ilviljin er so stórur? Eg haldi, at tað hongur saman við, hvussu landið hevur verið stýrt. Undir heimastýrisskipanini hevur verið eitt sovorði seráhugamál, eitt neyðvendigt fólkaræði. Mann kann samanbera tað við Framburðsflokkin í Norra. Teir røkja bara seráhugamál, uttan at taka hædd fyri heildini. Í Føroyum hevur ongin hugsað um samfelagsheildina yvirhøvur. Tað er ein illvild ímoti allari mentan, tí mentan handlar um at hugsa um heildina. Mann fær ikki nakran beinleiðis vinning burturúr hesum beinanvegin, og so dettur listin burtur sum politiskt áhugamál. Tað er bara Mentunnargrunnurin, sum letur pengar til listafólkini. Er tað so ikki heilt burturvið, at hann skal eita so? Kundi hann so ikki itið listagrunnurin ella okkurt annað? Ja, hatta sigur eisini, hvussu lítil vitan er um tað umsitingarliga. Altso ongin veit umsitingarliga, hvat mentan merkir. Summi vilja hava bæði ítrótt og annað við, ístaðin fyri at tað skal vera skapandi list, punktum.Tað er ongin grund til at hava fótbólt upp í mentunnarpolitikki, men heldur hava tað, sum við grannalondunum, at "kultupolitikkur" er sjónleikur, mentunnarhús, myndlist, tónleikur og skaldskapur o.s.f. Tað kann gott vera, at ítróttur og list hoyra undir sama ráðharra, men ongin fer í fullum álvara at siga, at ítróttur er mentan. Tú sær tað bara, um tú opnar eitt blað. Undir "kulturside" sær tú onki um fótbólt. Men í Føroyum hevur tú hug at blanda alt saman. Tað eru eisini politikkarar, sum liggja framvið, at tað skal verða so breitt sum møguligt. Politikkararnir í Klaksvík roknaðu einaferð út, at tað fór hálv onnur milliard til føroyska mentan. Altso, hvat hugtak liggur aftan fyri hetta. Vit vita, at tann skapandi listin fær 2,5 milliónir til Mentunnargrunnin og eitt sindur fer til at játta ymiskt annað. Tað verða lætnar einar 6 milliónir til føroyskt mentunnarlív tilsamans, og tað verður hildið at vera nógv, men hetta er onki í mun til, hvat annað kostar. Sum flestum kunnugt, so skulu einar 40. milliónir til, um eitt føroyskt mentunnarlív skal verða til nakað. Og av øllum londum rundan um okkum, bæði í eystur og vestur, so brúka vit nógv minst av fíggjarlógini til skapandi list. Nú hevur tú fingið 100.000 krónur sum løn frá Mentamálastýrinum. Skal nakað krav fylgja við um, at tú skal lata nakað sjónligt úr hondum, tá ið tú hevur fingið pengarnar? Eg skuldi vísa á, at eg hevði eina verkætlan og sendi teimum einar fimm síður, so hava teir eisini tað, sum liggur á prenti. Tað var onki krav um, at eg skuldi hava okkurt liðugt at leggja fram, men eg haldi, at tað átti at verið, í hvussu so er innan fyri eitt tíðarskeið. Nú verður henda verkætlanin eitt sindur størri enn eg hevði roknað við. Kanska má eg brúka eitt á aftrat, men tað er klárt, at tað skal vera verkætlanarbundið, og at tú kann vísa á, at okkurt er komið burturúr. Tað má vera skil í teimum pengunum, sum verða lætnir til ymisk listarlig verk. Hevur tú so skrivað meir? Og er tað betr,i sum tú skrivar? Ja, eg havi skrivað meir. Eg skrivi frá klokkan átta til fimm. Uttan døgverða. Sjálvur haldi eg, tað er vorðið betri. Tað skal vera eitt krav sum sigur, at tú átti at fingið meir burturúr, enn um tú ikki fekk hesa lønina. Hvør skal so sita sum ein slíkur smaksdómari? At taka støðu til tann spurningin er ongin vísind. Men eg haldi, at fólk, sum mann hevur álit á, kunnu veljast inn í slíkar nevndir, og sum skulu skiftast út við jøvnum millumbilum. Og tað behøvast ikki bara at vera føroyingar í eini slíkari nevnd. Tað eru fólk rundan um okkum, sum kanska ikki skilja føroyskt, men sum sanniliga duga at lesa føroyskt. Og eitt, sum eg haldi átti at verið gjørt øðrvísi er, at vit er so bundin at Danmark. Alt samband við umheimin ferð gjøgnum Danmark. Vit eru so blind viðvíkjandi sambandi við onnur lond. Tú fært ikki eingongd norðurlendskar bøkur í føroyskum bókhandlum. Tað fær ikki Katrinu Frostenson á svenskum. Ikki fyrr enn bøkurnar verða umsettar til danskt, kann mann keypa tær. Hví kan mann ikki keypa Jan Kærstad á norskum? Fer tú inn í ein íslendskan bókhandil, so fær tú bøkur á øllum heimsmálum. Fer tú inn í ein føroyskan bókahandil, er eitt lítið jørn við enskum metsølubókum. Annað finnur tú ikki. So kann tú sjálvandi siga tað, at eitt umskifti er komið í viðvíkjandi alnetinum. Tú kann ogna tær bøkur haðani. Tað er ikki so, at vit skulu slíta alt samband við Danmark. Verri enn so, men tað er upp á tíðina, at vit fara at hyggja eftir øðrum londum. Ongantíð ov skjótt. Hvat kann gerast fyri at forbetra hesi viðurskiftini? Tað skal eitt ávíst sinnalagsskifti til. Tað hevur verið merkt av teirri politisku skipanini, sum hevur verið, hon hevur ikki hjálpt fólki at hugsa út um síni egnu trongu áhugamál. Her komu flakavirki í hvørja einastu bygd, og fólk vistu, at tey ikki kundu standa upp og niður. So kravdu tey, at tað almenna spýtti í kassan. Tað varð ikki hugsað um heildina. Tey, sum fingu eitt flakavirki í sínari bygd, skitu á, hvussu tað gekk aðrastaðni. Eisini tað, at summi siga, at ein ávísur partur av Javnaðarflokkinum gjørdi verkamannin til ein sjálvstøðing, ístaðin fyri at gera hann til ein ábyrgdarfullan veljara. Tað er tað, sum samfelagið varð gjørt til. Teir eldru politikararnir vilja aftur til ta gomlu skipanina, teir eru vandir upp at hugsa um seráhugamál í samfelagnum, teir vita ikki, hvat teir skulu gera, tá ið teir skulu taka støðu til heildina, og at heildin skal vera tað, sum stýrir politikkinum, samstundis sum teir skulu taka støðu til mentan. Teir flestu sita bara og klóra sær í høvdinum. Men tá ið talan er um mentunnarpolitik. Er tað so ikki frægari, at hvør kommuna hevur ábyrgd fyri sínum mentunnarpolitikki? Tað kann sjálvandi leggja ein ávísan part av kostnaðinum á eitt annað stað. Viðvíkjandi rithøvundum, so kundu teir fari út á skúlarnar at møta sínum komandi lesarum, tað samstarvið millum høvund og undirvísingarkervið, tað kundi lutfallsliga verið fíggjað ígjøgnum kommunurnar. Men eg havi onki álit á, at kommunurnar kunnu bera tað mentunnarpolitisku skyldurnar. Eg hugsi, at tær stóru kommunurnar, eitt nú Tórshavnar kommuna kunnu fíggja ein part, men sum heild haldi eg, at tað, sum skal til er at orða ein mentunnarpolitik, sum heldur eini fimmtan, tjúgu ár fram í tíðina. Tað sum er hent í seinastuni er, at mann hevur fingið eitt samfelagskjak og við hesum er givið pláss fyri einum mentunnarkjaki. Altso, spurningar so sum: Hvat eru vit? Vit eru málið sum vit tosa. Og hetta er ein so mikið stórur partur av tí føroyska tilvitinum. Sjálvandi er hetta eisini ein spurningur um pengar, men er ein líka stórur spurningur um tað, at samfelagið veitir eina tænastu. Hava vit góðtikið, at vit eru føroyingar? Hava vit góðtikið tað føroyska málið? So er tað, sum vit rithøvundar framleiða nakað, sum samfelagið hevur brúk fyri. Støðan hjá samfelagnum harafturímóti er tann, at vit skulu veita teimum tænastuna uttan samsýning. Um tú lesur t.d. leiðaran í Dimmu, so er áskoðanin tann, at hvat billa vit okkum inn at forlanga samsýning fyri, at veita teimum eina tænastu. Tú rindar fyri ein støvsúgvara, so hví ikki rinda fyri eina bók. Tað sum eg meini við er, at tað er ein tørvur fyri teimum tænastum, sum vit veita, altso listafólkini, men hugburðurin hjá fólki er tann, at vit ikki skulu rindast fyri tær tænastur, sum vit veita teimum. Vilja vit varðveita føroyskt mál, vilja vit varðveita eitt føroyskt mentunnarlív, so mugu vit gjalda fyri tað. Tað finnast áskoðanir í samfelagnum, sum siga sum so, at um mentannin ikki klárar seg sjálv, ja so má hon niðurleggjast! Har er ein mótsøgn í hesum. Tí spyr tú hesi somum fólkini um føroyskt mál skal avtakast, so siga tey sjálvandi nei. List kostar pengar, og í Føroyum hava vit ein lítlan marknað og tí má rindast í samsvar við marknaðin. Men tað skal vera skil í. Ikki eftir tí gamla lagnum, at eg fái eina stemmu frá tær, so fær tú eitt sangkór. Í hesum fullveldiskjakinum havi eg ikki hoyrt eitt orð um, hvussu ein komandi mentunnarpolitikkur skal orðast! Tað var einaferð eitt kjak á Landsbókasavninum í mei 1999. Men har kom onki burturúr. Fullveldið er ein møguleiki at skapa ein føroyskan mentunnarpolitik, og at gera ta sinnalagsbroytingina, sum ger, at vit fara at seta eitt sindur hægri á, enn vit higartil hava gjørt. So at ongi hálvvánalig verk verða givin út. Tað hevur verið sagt so: Tað ger onki, um ein vánalig bók kemur út, vit eru bara føroyingar. Og tað er eisini stuttligt at lesa um teir gomlu garðarnar í Havn. Tað hevur onki við bókmentir at gera. Hetta, at seta verulig krøv til dygd. Nei, tað kunnu vit ikki gera, tí tað er føroyskt. Tí hugsunnarháttinum eiga vit at sleppa okkum av við. Tað, sum er føroyskt, eigur og skal vera gott. Innan fyri myndlist og sjónleik er støðið hækkað. Fólk samanbera við tað, sum tey síggja í sjónvarpinum. Fólk siga sína meining, tá ið talan er um myndlist og sjónleik, men ikki bókmentir. Í Norra er tað oljuvinnan, sum stuðlar mentannini mest, hvussu verður í Føroyum, um oljan kemur? Í Norra er tað eitt sosialdemokratiskt fyritakandi, sum hevur lagt meir í mentunnarliga umsiting enn um mentan. Eyðkenni úti á bygd í Norra er, at teir byggja ein stóran mentunnarkarm, og so eru ongir pengar eftir til mentanina. Tá ið øll hava fingið løn fyri at umsita mentanina, so er ongin løn eftir til listafólkini. Og tá ið so oljuævintýrið er av, so hevur mentannin ongar pengar! Lønarviðurskifti og annað er á fíggjarlógini. Og ein partur av bókasavnspengum og øðrum fer í grunnar. Mær kunnugt eru hetta ikki beinleiðis oljupengar. Tað var ein fundur á Landsbókasavninum herfyri, og har segði Gunnar Hoydal, at oljuvinnan átti at latði ein pott av hvørjari tunnu til mentanina. Liggur vandin so ikki í, at mentannin verður forkelað við hesum ráevnispengunum, sum einaferð verða uppi? Jú, men tað kann gerast so, at mann byggir nakrar grunnar upp, sum mann blívur við at koyra pengar í, og so tá ið grunnurin hevur fingið eitt ávíst stovnfæ, so kann ein stórur partur av rentunum fara til mentanina. Tað kunnu gerast nógvir pengar í einum sovorðnum grunni. Men fólk ótolnast. Mann má eisini hugsa um, at tað tekur tí at byggja hetta upp. Vit hava tvey stór mentunnarøki í Føroyum, sum krevja eina loysn. Annað er: Hvussu skal tað listskapandi fíggjast, altso lønir, stuðul og annað. Hitt er: Hvussu skal mann fáa føroyska list út til umheimin - tað mentunnaliga samskiftið við umheimin, sum kann fáa føroyska list út í heimin, skal gerast betri. Og hetta er ein longri verkætlan, sum ikki kemur eftir einum degi. Hugsar tú um Ísland. Tað hevur tikið teimum hálvtrýs ár at komið har, teir eru nú. Vit eru jú eisini tær royndirnar ríkari, sum teir hava gjørt, og fyri alt tað, sum onnur norðurlond hava gjørt. Munurin á okkum og Íslendingum er tann, at tann føroyski teksturin allatíðina er í einari ólagaligari kapping við danskan tekst í Føroyum. Tað er eftir mínum tykki tann størsti munurin millum Føroyar og Ísland. Vit hava brúkt nógva tíð at fáa fólk at góðtaka tann føroyska tekstin, men tað gongur tann rætta vegin. Nýggjar føroyskar bøkur til tey smæstu Tað er ikki á hvørjum degi, at føroysk børn fáa bøkur skrivaðar av føroyingum. Tvær til tey smæstu børnini koma nú í bókabúðirnar Turið Kjølbro Langt er ímillum tær - tær upprunaføroysku barnabøkurnar. Og serliga til tey smæstu børnini. Nú koma tvær í senn. Onnur er komin í bókabúðirnar, meðan hin kemur um ein lítlan mánaða. Talan er um bøkurnar "Í vøggustovu við Helenu" eftir Maud Heinesen, sum er ætlað teimum 2-6 ára gomlu, og "Ýr", ið er ætlað teimum 4-6 ára gomlu, eftir Vivian Gudmundsson. Serliga tey smæstu børnini hava verið við sviðusoð, tá ið umræður at fáa upprunaføroyskar barnabøkur. Í so máta hava størri børnini og ung verið betur fyri. Nú er støðan tann øvuta. Í ár fáa størri børn bert eina upprunaføroyska bók, og ung onga. Hesi hava kortini øll hópin av nýggjum bókum í boði alt árið, men allar eru týddar úr øðrum málum. Vansin er, at týddu bøkurnar eru sprotnar og skrivaðar í fremmandum umhvørvi. Fyrimunurin er hinvegin, at føroysk børn fáa tað besta burtur úr útgávuni aðrastaðni í og við, at Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevur meginpartin út, ið kemur til børnini, er við í samprenti við bókaforløg úti í heimi. Úr hesum ber eisini til at útleiða, at upprunaføroysku bøkurnar hava nógv at liva upp til. Í ár geva vit 40 bøkur út til smærri og størri børn og ung. Bert 4 eru upprunaføroyskar, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Talan er um hesar báðar nýggju umframt "Veingjaða myrkrið" eftir William Heinesen, ið kom út við ársbyrjan, og "Meiri er millum himmal og jørð" eftir Erling Poulsen. Hetta er ein bók til vaksin. Vit eru væl nøgd við hesar bøkurnar, sum nú koma út. Tær eru úr nútíðini, eru fittar søgur og væl egnaðar at verða lisnar fyri teim smæstu. Fyrsta upprunaføroyska prosabókin til smærri børn, "Gráa dunna" eftir Sigurð Joensen, kom í 1958. Eina øld eftir, at vit høvdu fingið skriftmálið. Mangan ganga nógv ár ímillum útgávurnar av føroyskum smábarnabókum. Tí er tað so mikið meiri at fegnast um, at tvær nú eru komnar. Vanta handrit Tað tykist framhaldandi at vera sera torført at fáa hendur á fleiri føroyskum handritum. Tað besta hevði verið, um vit høvdu havt fleiri handrit at valt ímillum. Við hvørt fáa vit eitt handrit sendandi, men tá ið vit so senda handritið aftur til høvundin við viðmerkingum, hoyrist einki aftur. Vit eru noydd at seta krøv. Annað ber ikki til. Uttan mun til dygdina í teim føroysku bókunum, verða tær altíð væl móttiknar av lesarunum, nevniliga tí tær í botn og grund eru føroyskar. Vit umhugsa at skipa fyri eini kapping fyri at fáa fleiri handrit. Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at næstseinasta kappingin, vit skipaðu fyri, hevði við sær, at fleiri nýggir høvundar spurdust burturúr, sigur Niels Jákup Thomsen. Ein annar veruleiki er eisini tann, nærum allar upprunaføroysku barnabøkurnar eru skrivaðar av konufólki. Og í "Míni Jólabók", sum kemur til jóla, eru fleiri upprunaføroyskar søgur, og konufólk hava skrivað allar. Vit vita ikki, hví so er. Kanska verður tað mett minni at skriva til børn og tí tíma mannfólk ikki. Hinvegin er nøkulunda javnstøða í so máta aðrastaðni. Og fyri hálvari øld síðani vóru tað bert mannfólk, sum skrivaðu til børn, sigur Niels Jákup Thomsen. Tríggjar upprunaføroyskar barnabøkur til tey smæstu eru á veg. Tær koma til várs og aftur til heystar. Eisini tær eru skrivaðar av konufólki. Í vøggustovu og Ýr "Í vøggustovu við Helenu" eftir Maud Heinesen er ein bók um eina tvey ára gamla gentu, sum eitur Helena og sum býr í Danmark. Omman var eitt summarið og vitjaði hana, og tá slapp hon við henni í vøggustovuna at síggja stovurnar, allar leikurnar, børnini og konurnar, ið arbeiddu har. Í bókni eru vit við tvey ára gomlu Helenu í vøggustovuni, og gerandisdagurin har, er ikki ólíkur okkara. Tey ganga túr, og onkur ansar ikki eftir. So spæla tey, og onkur fær karm, og á útferð uppliva tey okkurt spennandi. Annika Lávík hevur myndprýtt. Maud Heinesen hevur skrivað fleiri barnabøkur. "Marjun og tey", sum kom út í 1974, og "Abbi og eg" og "Tá ið Karin fylti", ið báðar komu í 1993. Eisini hevur hon skrivað nógvar stuttsøgur til børn, eitt nú eru fleiri teirra at lesa í "Míni Jólabók". Maud, sum er fødd í 1936, starvast á Fróðskaparsetri Føroya. "Ýr" er fyrsta barnabókin Vivian Gudmundsson letur úr hondum. Vivian Gudmundsson, sum er fødd í 1975, lesur til pedagog á Føroya Pedagogskúla. Ýr er ein fitt fimm ára gomul genta, sum býr saman við mammu, pápa, tvíburðabeiggjunum Rólvi og Grana og stórusystrini Drós onkustaðni í Føroyum. Ýr hevur óføra gott hugflog, og tú fert ikki at keða teg saman við henni, tá ið hon spælir við Dúnhild, dunnuungan, sum pápin finnur í garðinum eitt kvøldið, ella Røskvu, vinkonuna, sum kemur at ferðast í grannahúsinum. Søgurnar um Ýr eru í ellivu pørtum, sum hóska væl at lesa upp fyri teimum smáu, tá ið tey fara at leggja seg. Eisini hesa hevur Annika Lávík myndprýtt. Harafturat hevur fýra ára gamla Bjørk Gudmundsson teknað eina smámynd fyri hvønn kapittul. Ongin brennandi kærleiki er eftir Eg steðgaði á, tá ið eg sá hetta skeltið ein morgun á veg til arbeiðis. Ikki minni enn tvey skelti stóðu lið um lið í gluggunum á Náttarravninum í miðbýnum í Havn. Urd Johannesen Við síðuna av stóðu Prince Light og Stimorol. Í útsjónd (stødd, rammu o.s.fr.) mintu hesi skelti ikki sørt um tær "Guð signi heimið" myndirnar, ið hanga uppi yvir nógvum føroyskum durakarmum, hóast boðskapurin kann sigast at vera hvør sín Ímeðan eg smílandi spákaði víðari til arbeiðis, grundaði eg eitt sindur meira yvir henda boðskapin, sum, hóast hann allarhelst er ætlaður at greiða tí svanga júst-verið-í-Kagganum kundanum frá, at hann má lata sær lynda við pylsum og eplamorli, so kann boðskapurin eisini yvirførast til annað enn mat, um man vil. Man trot vera á brennandi kærleika í Havnini? Ella kanska í øllum Føroyum? Nú er kærleiki eitt so deiliga rúmsátt hugtak, sum kann brúkast til mangt og hvat, tó uttan so, at eg ætli mær at taka undir við tí seramerikansku støðuni, har 'love' ikki skilir ímillum livandi og deyð ting. Mong av okkum, sum hava verið útisetar í lestrarørindum, munnu nokk ofta hava ført fram mótvegis dønum og øðrum, at har heima eru vit gestablíð, hava sterk familjubond og taka okkum væl av hvørjum øðrum. Vit detta inn á gólvið til ein drekkamunn uttan tað stóra hóvastákið frammanundan og hava onga orsøk at kenna okkum einsamøll og ótrygg í hesum lítla vælferðarsamfelagnum. Siga vit . . . ímeðan vælferðin, tann samfelagsligi næstrakærleikin, oftani roknaður um í krónum og oyrum, fer meira illa enn væl við ávísum bólkum. Her er trot á bústøðum til tey heimleysu, sum gerast fleiri og meira sjónlig á gøtunum í Havn. At tað yvirhøvur eru heimleys fólk í Føroyum man vera nýtt fyri tey flestu. Tað er ikki so frægt sum ansingarpláss til okkara framtíð - børnini, sum meira enn tey flestu, eru við skerdan lut. Trotið á ellis- og røktarheimum til tey gomlu er so stórt, at um vit foreldur hugsaðu langt fram í tíðina, so skrivaðu vit børnini upp til pláss á ellis- og røktarheimunum samstundis sum tey vórðu skrivað upp til kommunala barnaansing. Og meðan vit tosa um bíðilistar, so gloym ikki listan hjá musikskúlanum (yvir 700 børn á bíðilista), um áhugi er fyri, at barnið lærir at spæla eitthvørt ljóðføri. Her er trot á vardum íbúðum til tey sálarligu sjúku, sum ístaðin mugu halda til á teim yvirfyltu deildunum á sjúkrahúsinum. Nú tá ið tankarnir hava leitað til ymisk álvarsmál, sum bert verða havd á lofti og viðgjørd beint undan vali, men annars verða tagd burtur í líkasælu og dirvisloysi, leitaðu teir sær til aðrar duldar gøtur. Fyri stuttum stóð grein at lesa í Dimmalætting, har kynslig misnýtsla av børnum varð viðgjørd. Í nógv ár hava vit billað okkum inn, at slíkt ikki kemur fyri her heima, men bert hendir aðrastaðni. Í dag mugu vit so ásanna, at hetta var ein hópframleidd følsk ímynd, sum treivst væl líka til hol kom á vágfylta búldin. Hevur tað altíð verið soleiðis? Hava vit kanska verið serfrøðingar, tá ið tað snýr seg um at dylja til tess at verja viðkvomu familjuna? Smílið gjørdist eitt sindur stirvið, tá ið eg soleiðis hevði grundað yvir "kærleikans gátuføru villinigøtur". Ella kanska vóru mínir tankar vilstir í ein grýturætt, sum als einki hevði við brennandi kærleika at gera? Á vegnum heim úr arbeiði møtti eg einum eldri pari, sum spákaði sær ein túr arm í arm. Í onkrum glugga brendu kertuljós. Eg hugsaði um ta eldru kvinnuna, eg kenni, sum trúliga hvønn dag gevur manninum ein kopp av heitum sukurvatni til temunnin. Eg hugsaði um parið, sum eg sá einaferð í flogfarinum á veg til Danmarkar. Hendurnar vóru stórar og sterkar og høvdu uttan iva tikið mangt ódnartakið, men tá ið flogfarið lætti sær á við miklari ferð, foldaðu tey bæði hendurnar, tí her var nakað, tey ikki høvdu vald á. Eg smíltist. Brennandi kærleiki smakkar kanska best til døgurða. Serliga um nógvir svínabitar eru í. Alla aðrastaðni má tað gjarna verða langt ímillum svínini . . . Oftani hoyri eg tílíkar stuttligar viðmerkingar herniðri, tá eg avdúki mín uppruna. Tey sum tora at siga hart, hvat tey hugsa, siga tað við einum ironiskum smíli og hyggja so kannandi at mær, um eg nú bleiv firtin. Tey meina tað ikki illa, so eg smílist bara aftur. Men tað er nívandi kortini, tí tað ber boð um, at fordómarnir trívast. Tað nyttar einki at verja seg. Tað er neyðarsligt. Henda grunna fatanin av Føroyum er negld føst við sjeytummaseymi í tilvitanini hjá dønum aftaná tað umfatandi fjølmiðlarokilsi seinastu árini - fyrst um Sjóvinnubankakrakkið og um biddaraferðirnar hjá landsstýrinum, so um gøluna við Den Danske Bank, har føroyingar at enda hálaðu tað langa stráið og "stungu av við milliardum" - og so nú um fullveldisætlanina hjá føroyingum, sum nógvir danir uppfata sum ein frekleika aftaná at føroyingar hava fingið 'í posa og sekk'. Føroyingar eru ótakksamir! Hví vilja tit ikki vera saman við okkum? hugsa tey. Jamen, um tit vilja klára tykkum sjálvi, so sleppi tykkum burturúr ríkisfelagsskapinum og tað í stundini! Hvat skulu vit brúka slíkar nassarar til?! Vit tíma ikki at spilla eina krónu meira uppá tykkum! Nei, føroyingar hava einki gott orð á sær í Danmark. Og hví er hetta íkomið? Eg gleði meg ikki, nú føroyingar aftur verða blakaðir fyri leyvurnar í sambandi við fullveldisfundin millum landsstýrið og Nyrup og hansara menn. Timingin er fullkomin - fyri Nyrup! Tað stundar móti fólkatingsvalið. Ríkisstýrið er illa umtókt eftir ta (fyri ríkisstýrið) miseydnaðu evru-fólkaatkvøðuna. Oljan er dýr sum ongantíð fyrr og 'pinsapakkin' leggur byrðu oman á byrðu, nú oljan orsakað av eyka avgjaldi verður enn dýrari eftir nýggjár. Danmark er í tvíningum um innflytara- og flóttafólkamálið. Ónøgdin veksur... Og hvat liggur tá meira væl fyri hjá Nyrup enn at skunda sær at nýta høvi til at peika eftir føroyingum, sum 'halda seg vera' og koma til Danmarkar at seta krøv, sum í flestu dana eygum eru púra órímilig...!? Nyrup hevur brúk fyri eini søk, sum kann 'samla natiónina'! Og her eru føroyingar eitt kærkomið amboð hjá honum! Góða landsstýri. Tað hvílir ein tung ábyrgd á herðum tykkara, nú tit í skrivandi stund samráðast við danir. Eg vóni, tit fara hóvliga fram, so tit ikki gerast 'hentir býttlingar' hjá Nyrup. Danir skilja ikki - og vilja ikki skilja - seg sjálvar sum verandi hjálandaharrar. Tí nyttar ikki at royna at sannføra teir um 'sannleikan'. Tit fáa bert vónbrot sum úrslit og risikera at meira ilt kemur ímillum tjóðirnar við stórum menniskjansligum kostnaði fyri tey, ið hava eitt bein hvørjumegin. Næstan hvør einasta familja í Føroyum eigur familju í Danmark. Og nógvir danir búgva og búleikast í Føroyum. Tað nyttar tí ikki bara at siga: 'Skítur verið við hasum lorta danskarnum!' Vilja vit hava fullveldi (sum eftir mínum tykki má vera ósvikaliga málið) og um onnur skulu virða og taka okkum í álvara, mugu vit leggja veruliga tyngd aftan fyri øll orðini við at skipa samfelagið, so tað verður fíggjarliga sjálvberandi sum skjótast. Tá nústani fer at bera til at fáa innanhýsis semju og nakað veruligt at tingast um. Pippi er grúviliga góð! UMMÆLI: Leygarkvøldið 21. oktober sá eg Pippi sjónleikin í Sjónleikarhúsinum í Havn. Eg var við langommu og Barbaru, sum er triði-annar hjá mær. Hon er 11 ár, eins og eg sjálvur. Eg fekk pengar frá langommu at keypa sunkist og ein pakka av bommum í gongini, áðrenn vit fóru inn. Frammanundan høvdu vit bestilt pláss til langommu. Har var eingin, sum eg kendi, men tað var flott at koma inn. Ein flottur pallur og fult av fólki. Tey sum tóku ímóti billettum, spældu eisini við. Í hvussu er vóru tey í somu klæðum, sum tey á pallinum. Tað var stuttligt. Leikurin byrjaði við at Pippi kom dansandi inn, berandi hestin og snakkaði við Harra Nilsson - tað er apan. Hesturin var ein toyhestur, sum var í tveimum; fyrst ein sum eingin var í og so ein við tveimum fólkum í. Síðani komu Tommy og Annika á pallin, og nú vóru tey í garðinum hjá Pippi. Stuttligast var scenan tá ið Pippi var inni hjá Tommy og Anniku og gjørdi nógv stuttlig ting. Hon var allatíðina stuttlig og eisini allar stuttligast. Hon hevði jú eisini høvuðsleiklutin. Men politistarnir vóru eisini stuttligir. Pippi lokkaði teir upp á altanuna í einum stiga, og so tók hon stigan frá teimum, tað var stuttligt. Men tað larmaði nokk so nógv; Pippi hevði mikrofon uppi á oyranum, so onkutíð rópti hon hart og onkuntíð larmaði tað illa. Millum annað tá hon klemmaði pápan. Tá kom mikrofonin ímóti. Pápa Pippi sá man ikki fyrr enn í endanum. Hann var sjórænari og kom aftur av skipinum. Mammu Pippi sá man ongantíð. Hon var ein eingil, søgdu tey í leikinum. Tað vóru tríggir góðir og stuttligir sangir í leikinum. Ein í byrjanini, ein í skúlanum og so ein í endanum. Pippi sang sjálv sangirnar, og tað dugdi hon væl. Tann fyrsta kendi eg úr Pippi-filmunum. Málið var lætt at skilja. Men Pippi býtti oftani um uppá orðini og segði tey øvugt. Tað var heilt stuttligt. Pippi var í klæðunum, sum hon altið er í í bókunum, eisini hini. Onkrir sjórænarar vóru í føroyskum buksum og slitnum hosum. Tað riggaði væl. Á pallinum vóru vit í húsinum hjá Pippi, og har vóru trø og kanónir. Tað var ein blanding av húsunum hjá Pippi og so einum sjórænaraskipi við kanónum. Og so eisini einum fínum húsum, har tey drukku the. Einaferðina skiftu húsini hjá Pippi til ein skúla. Pippi dansaði, tá hon var í skúla. Fyrst bleiv lærarinnan óð, so dansaði hon við Pippi, men so bleiv hon óð aftur. Eina gentu kendi eg, sum spældi við. Eg havi gingið til drama saman við henni. Tað var í einum dramaverkstaði hjá Hjørdis, beint við svimjihylin. Eg havi onga Pippi-bók lisið, men havi sæð nógvar filmar. Bøkurnar eru meiri fyri gentur, haldi eg. Men Pippi er sterk og stuttlig, tað dámar mær best við henni. Tað er spennandi at ganga til sjónleik, men leikirnir skulu helst verða stuttligir. Men eisini handla um okkurt. Ikki bara vera stuttligir. Leikhúsjól havi eg spælt við í, tá var eg ein lítil nissa, so tann leikin sá eg fleiri ferðir. Eisini havi eg sæð hann á video, sum eg fekk frá Sjónleikarhúsinum. Tá tað eru videofilmar, dámar mær eisini best, at teir eru stuttligir. Karakterur fyri leikin um Pippi: millum grúviliga góður og góður. Status Fullveldissamráðinmgarnar slitnaðu upp á spurningin um Føroyar eru ein stats- ella fólkarættarlig tjóð í altjóða høpi - amen DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt lágtrýst, 976 hPa. sunnanfyri Írland fer í landnyrðing og dýpist enn meira. Djúpa lágtrýstið við Vestur-Noreg fer spakuliga í útnyrðing. Veðrið í dag: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðI og útnyrðingi og sólglottar, men eisini okkurt ælið. Hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið mikudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og vestri og sólglottar, men okkurt ælið. Hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið hósdagin: Lot til andøvsgul av eystri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, leygarnáttina minkar hann vindin niður í lot av ymsum ættum. Okkurt ælið fríggjadagin, partvís heglingur, men annars sólglottar. Hitin millum 3 og 7 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 976 hPa. sunnanfyri Írland fer í landnyrðing og dýpist enn meira. Í dag: Djúpa lágtrýstið við Vestur-Noreg fer spakuliga í útnyrðing. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Alt skal endavendast Atfinningarnar at Sernámsdeplinum eru so nógvar, at landsstýrismaðurin fyrsta dagin fer at seta arbeiðsbólk at gera eina umfatandi kanning av stovninum Kanning Eyðun Klakstein Vit lata 32 milliónir krónur til Sernámsdepilin, og vit mugu hava trygd fyri, at stovnurin virkar sum hann skal, og at alt er løgfrøðisliga í lagi. Hetta sigur Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum. Hann fer fyrsta dagin at seta ein arbeiðsbólk, sum skal endavenda viðurskiftunum á Sernámsdeplinum - líka frá tí at stovnurin gjørdist veruleiki í 1998 og fram til í dag. Vit mugu gera hesa kanningina, tí tað eru nógvar atfinningar at stovninum, og spurnartekin verða sett við fleiri løgfrøðislig viðurskifti á stovninum. Tað kunnu vit ikki liva við, sigur landsstýrismaðurin. Fólkini verða sett Brúkarar, politikarar og starvsfólk hava funnist at viðurskiftunum á Ser-námsdeplinum, og eisini løgfrøðingar, sum hava verið inni í myndini, halda at viðurskiftini á stovninum eru ógreið, og at neyðugt er at fáa skil á løgfrøðisligu umstøðurnar. Eitt tað fyrsta, sum eg gjørdi, eftir at eg varð vorðin landsstýrismaður, var at fáa umsitingina at gera ein arbeiðssetning til bólkin, sum skal kanna Sernámsdepilin. Arbeiðssetningurin er klárur, og bólkurin verður mannaður fyrsta dagin, sigur Torbjørn Jacobsen. Hann sigur, at tað verða fólk, sum ikki hava tilknýti til Sernámsdepilin, men sum hava ein fakligan førleika, sum skulu kanna stovnin. Umfatandi Nú skal alt fyri ein dag. Bæði tað sum fór fram, tá samanleggingin var gjørd, og tað sum er hent síðani, sigur Torbjørn Jacobsen. Arbeiðsbólkurin, sum verður settur at kanna Sernámsdepilin, skal eisini koma við einum tilmæli um, hvussu Sernámsdepilin skal skipast í framtíðini. Hetta verður eitt umfatandi arbeiðið, men tað má gerast, tí eingin kann liva við, at so nógvar atfinningar eru at stovninum, og at løgfrøðisligu viðurskiftini eru so ógreið, sigur landsstýrismaðurin. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Gjalda løn uttan heimild Løgfrøðingur ivast stórliga í heimildunum, tá starvsfólk á Sernámsdeplinum fáa útgoldið løn sum tænastumenn í fólkaskúlanum, hóast tey ikki longur starvast í fólkaskúlanum Heimildir Eyðun Klakstein Hóast tað eru næstan trý ár síðani, at Skúlin á Trøðni varð niðurlagdur sum sjálvstøðugur undirvísingarstovnur og gjørdist partur av Sernámsdeplinum, fær partur av starvsfólkunum framvegis løn sum tænastumenn í fólkaskúlanum. Løgfrøðingur, sum hevur kannað viðurskiftini á Sernámsdeplinum, ivast stórliga í, um heimild er fyri hesum. Tænastumenn við fólkaskúlan kunnu bert fáa útgoldna løn, so leingi teir virka í fólkaskúlanum, slær Bjørn á Heygum fast í síni meting. Og sambært nevndini í lærararáðnum á Skúlanum á Trøðni er ikki longur talan um ein veruligan skúla, men um eina ráðgevingarskipan hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, og tí heldur nevndin, at lønin hjá starvsfólkunum verður útgoldin, uttan at heimildirnar fyri hesum eru í lagi. Hetta meta vit verða rættiliga álvarsamst, og vit vilja hava, at greiða verður fingin á hesum, sigur Osvald Jacobsen, sum er formaður í lærararáðsnevndini á Skúlanum við Trøðna. Onga reglugerð Í sambandi við fíggjarlógina fyri 1998 varð Skúlin á Trøðni niðurlagdur sum sjálvstøðugur undirvísingarstovnur og varð lagdur saman við Sernámsfrøðisligu Ráðgevingini hjá Landsskúlafyrisitingini. Nýggi stovnurin varð doyptur Sernámsdepilin og hevur til uppgávu at undirvísa brekaðum, sum ikki kunnu ganga í vanligum fólkaskúla. Samstundis skal stovnurin ráðgeva teimum, sum velja at senda børn síni í vanligan fólkaskúla, hóast tey hava eitthvørt brek. Men hóast næmingar í fólkaskúlaaldri hava verið innskrivaðir í Sernámsdeplinum og starvsfólkini á gamla Skúlanum á Trøðni framvegis fáa løn sum tænastumenn við fólkaskúlan, hevur Sernámsdepilin ikki virka eftir fólkaskúlalógini. Sernámsdepilin hevur onga reglugerð at virka eftir, og síðani 1998 hevur hann verið partur av fyrisitingini - bæði sum undirvísingarstovnur og ráðgevingarstovnur, hóast greiður munur verður gjørdur á hesum í fólkaskúlalógini. Seta spurnartekin Nevndin í lærararáðnum á Skúlanum á Trøðni hevur gjørt tvær frágreiðingar um støðuna á Sernámsdeplinum, og løgfrøðingar hava eisini mett um viðurskiftini á stovninum. Í frágreiðingini "Uttan heimild", sum Sosialurin hevur fingið innlit í, verða nógv spurnartekin sett við viðurskiftini á Sernámsdeplinum. Løgfrøðingarnir Sigmund Poulsen, Hans Trygvi Teirin og Bjørn á Heygum ivast allir í heimildargrundarlagnum undir Sernámsdeplinum, tí teir duga ikki at finna nakra heimild fyri at leggja Skúlan á Trøðni saman við Sernámsfrøðisligu Ráðgevingini. Heimildargrundarlagið undir Sernámsdeplinum er ógreitt, sigur Hans Trygvi Teirin millum annað í síni meting. Løn uttan heimild Tá tað snýr seg um lønirnar til tey starvsfólkini, sum framvegis virka sum tænastumenn við fólkaskúlan, eru løgfrøðingarnir eisini ivasamir í, um alt fer rætt fram. Tað haltar í stórum við heimildunum, heldur Bjørn á Heygum, sum vísir á, at bert starvsfólk, sum arbeiða í fólkaskúlanum, kunnu fáa útgoldna løn sum tænastumenn við fólkaskúlan. Hetta er sjálvt grundarlagið undir teirra tænastumannastarvi og kann ikki einvíst broytast av fyrisitingini. Tískil er ikki sambarligt við teirra starvsøkið at virka uttanfyri fólkaskúlan sum partur av sernámsdepli ella øðrum skúla, uttan at starvstreytirnar verða broyttar sambært galdandi reglur, verður Bjørn á Heygum endurgivin fyri at siga í frágreiðingini hjá lærararáðsnevndini á Skúlanum á Trøðni. Lærararáðsnevndin á Skúlanum á Trøðni krevur í frágreiðingini, at øll ivasom viðurskifti á skúlanum verða fingin í rættlag sum skjótast. Sernámsdepilin Sernámsdepilin varð settur á stovn til fíggjarárið 1998. Skúlin á Trøðni, sum undirvísir børnum við ymsum brekum, varð lagdur saman við Sernámfrøðisligu Ráðgevingini, sum ráðgevur teimum, sum senda síni børn í vanligan fólkaskúla, hóast tey hava okkurt brek. Nýggi stovnurin er bæði undirvísingar- og ráðgevingarstovnur. Løgfrøðingar seta spurnartekin við heimildirnar at leggja skúlan og ráðgevingina saman til ein stovn. Teir eftirlýsa eisini eina reglugerð, sum Sernámsdepilin skal virka eftir. Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, heldur, at viðurskiftini eru so ógreið, at hann nú setir í verk eina umfatandi kanning av stovninum. Hamarin á Argjum Hví fara vit á val, tað er stutt og greitt, at velja eitt valevni, sum vil útrætta eitt ella annað fyri borgarnar, sum búgva í T.K. Sakaris Hansen valevni hjá Javnarflokkinum Fer man til gongu ígjøgnum býin, má man siga at hetta er ein vakur býur í allar mátar, her manglar so at siga onki, tað eiga vit sum búgva her at vera ógvuliga fegin um, men so kemur hatta menni og tað er útjaðarin, og her má man siga, her haltar, tíverri, hetta er ikki bara grenj, man eigur ikki at grenja bara fyri at grenja, men rætt skal vera rætt, tað vísir seg soleiðis, at kemur eitt lesarabræv í bløðini, so hendur okkurt hissini, men ikki tað heilt stóra, tað verður skava eit sindur her og der, eit lítursindur av asfaltið har sum ringast stendur til, so heldur man at nú skuldi veri í lagi, so nú er friður eina tíð heldur man, hetta ber ikki til, hetta er órættvíst, eg haldi at tey sum búgva í útjaðaranum í T.K skullu hava somu rættindi sum onnur sum búgva nærri býnum, tað má ikki vera nakar ivi um tað,vit bíða til tað næsta lesarabrævið kemur, so er friðurin úti, puha aftur at starta maskinunar. Mær kemur fyri at her manglar nakað, hví, ja tað veit eg ikki, kanska er tað økonomiur, ella býráðsliminir gloyma hendan partin av T.K, eg veit ikki, vónandi finst kanska ein forkláring upp á hetta. Eitt lítið dømi er, at ein borgari uppi á Hamri á Argjum, setti eitt lesarabræv í bløðini, um vegin sum gongur frá Albertshall og niðan á hamarin, tað var beinavegin at vegurin bleiv asfalteraður. Hetta er bara eitt dømi, tað eru ivalest fleiri onnur dømir, tað er neyvan nakar ivi um tað. Sum maðurin segði, tað skulu aðrir bollar í suppuna, tað má man siga, tí vóni eg at tey valevni sum skulu manna tað nýggja býráði muguð alt í verðini Ikki gloyma hendan partin av T.K, Fólkaflokslátrið tømist og brimlarnir brøla Mær kemur fyri, at seinasta útspæl frá landsstýrinum í samráðingunum við danir, hevur sera nógv at gera við filosofiina hjá Zakarias Wang, at Føroyar eru ikki í danska ríkinum. Eg hugsi hetta er í høvuðsheitinum tað, sum sakarmálið í Haag hjá Zakarias Wang snýr seg um. Ólavur í Beiti rithøvundur Føroyar fara til samráðingar á jøvnum støði við Danmark, sum tveir suverænir statir, tí Føroyar eru ikki í danska ríkinum. Sambært Bergen sáttmálanum hjá Zakariasi Wang, hugsi eg tað er. Og tað er einki at siga um, at hetta er samráðingaruppleggið hjá landsstýrinum, tá ið júst Zakarias Wang og Kjartan Hoydal eru meinings smiðirnir hjá fullveldisbarninum í hesum landsstýrinum, nevniliga Høgna Hoydal, sjálvstýrismálaráðharra. Eg trúgvi, tað er sera torført at sannføra fleirtalið í Fólkaflokkinum um, at talan er um at fáa Føroyum fullveldi, tí sum frálíður er sera greitt komið fram, at talan er heldur um misnøgd og maktsjúku enn um at fáa føroyingum frælsi og ábyrgd. Hetta er sjálv muran í samráðingunum nú, tí verða snildir og kenslur brúktar í samráðingunum, sum júst er speciali hjá Óla Breckmann. Henda ambivalenta støðan, at tú fyrst sigur um seinasta val, at tað var ein tjóðveldis psykosa, og so nakað eftir sjálvur gerst bergtikin av hesi somu psykosu, tí har eru atkvøður at fáa, heldur enn úrslit! Formaðurin í Fólkaflokkinum hugsar ikki um annað enn atkvøður, og snildir og kenslur eru jú fremsta miðil til tess, ikki sannheit?! Hugsa bert eina lítla løtu um seinasta útspæl hjá Fólkaflokkinum við uppskotinum um skattalætta, so skilja øll á hvørjum støði Fólkaflokkurin arbeiðir nú. Og ikki tí at hetta ikki hevði verið eitt munagott uppskot, men ætlanin við uppskotinum var eingin onnur enn at framelva eina psykosu millum atkvøðurnar hjá Fólkaflokkinum. Eina >>sunnheits-psykosu<< kundu vit kanska nevnt hana! Fólkaflokkurin hevur nú tey seinastu árini tillaga seg til bæði eitt skifti í identiteti og eisini innihaldi og muru. Ongantíð áður í søguni hevur muran í flokkinum verið, sum hon er í dag, og eg gevi tveimum grundum skyldina fyri tí: Onnur er fullveldisætlanin og hin at flokkurin hevur fingið Óla Breckmann til formann! Tað kunnu ikki vera meiri syndarligar støður at koma í hjá einum annars skilagóðum flokki, at veljarin kemur í tvístøðu! Hetta er júst tað sum er hent seinastu árini, at flokkurin hevur mist sín identitet og hevur fingið nýggja muru! Trupulleikin hjá Fólkaflokkinum er tí nú, at hann hevur brent seg so dyggiliga, at hann er fullkomiliga støðgaður upp og bara brimlarnir í flokkinum hoyrast, meðan látrið bara tømist og tømist! Einasti útvegur er tí at bjarga tí ið fæst bjargast, áðrenn ov seint er! Fólkaflokkurin hevur havt stórt álit á løgmanni, og eg havi einki annað hoyrt bæði frá høgum og lágum í flokkinum bæði privat og alment at >>Anfinn Kallsberg kemur heim við eini góðari avtalu!<< Og so er komið aftrat: >>Tað skal eg siga tær!<< Men Anfinn Kallsberg kemur ongantíð heim við nakrari góðari avtalu, tá ið hann ikki fyri tað fyrsta hevur flokkin aftan fyri seg, og tá ið hann í øðrum lagi hevur vent sær frá Fólkaflokkinum og móti Zakariasi Wang og Kjartani Hoydal! Hetta stendur so púra rimmar fast! Nøvn í vikuni Stillar ikki upp Ein býráðsformaður leggur frá sær. Jákup Lamhauge, sum seinastu átta árini hevur stjórnað Runavíkar Kommunu, hevur avgjørt ikki at stilla uppaftur til býráðsvalið. Sjálvur sigur hann, at honum hevur dámt væl kommunuarbeiðið, men nú er stundin komin at lata onnur sleppa framat. Eg havi sitið í kommununi í 24 ár og seinastu átta árini sum formaður. Hans Jákup er 61 ára gamal og hann hevur havt við kommununa at gera síðan hann var heilt ungur. Hann var havnameistari frá 1966-93, tá hann gjørdist býráðsformaður. Havnin í Runavík hevur stóran týdning. Har koma eini 30.000 tons av fiski upp á land um árið og nógvur farmur er eisini. Havnin verður nú víðkað og hon ger seg eisini út til komandi oljuvinnuna. Jákup er skipsførari og áðrenn hann legðist upp á landi førdi han Maritenu á sild eitt skifti. Hann sigldi eisini í tvey ár hjá DFDS sum stýrimaður. Árini úti í heimi hava havt stóran týdning fyri Jákup seinni í lívinum. Í farloyvi 42 ára gamli dómarin, Maiken Johansen úr Havn, er farin í farloyvi og nú arbeiðir hon aftur sum advokatur í Keypmannahavn. Orsøkin er, at enn er tað ikki eydnast manninum at fáa eitt hóskiligt starv heima í Føroyum. Maiken er dóttir Kjartan Johansen, sála. Í hennara stað er settur sum dómari danin Jørgen B. Petersen, sum eisini er 42 ára gamal. Hann tók við starvinum fyrst í hesum mánaðinum. Henning Nicodemussen "Youth Alive" við greiðum boðskapi Sunnukvøldið, kl 20.45 í Ítróttarhøllini í Runavík, fingu vit sum áhoyrar á fyrsta sinni høvið at hoyra Avstralska ungdómsbólkin "Youth Alive" framføra sang og tónleik á sera høgum støði. Tað er altíð spennandi at hoyra nakað nýtt, so hetta kvøldið var avgørt ikki nakað vónbrot í so máta. Eini 700 - 800 fólk vóru samlað, tey flestu av teimum ung fólk, sum komu ymsa staðni frá bæði í landinum og innan samkomur. "Youth Alive" bólkurin varð sera væl móttikin, har tey settu í gongd beinanvegin við blandaðum, heimagjørdum tilfari. Stílurin var blandaður við "skitnum" Rocki og Praise and Worship. Tónleikurin var góður og væl hjálptur av forsangarum, sum sungu sera væl. Tað sum eg haldi verða eitt sindur spell var, at ein hoyrdi ikki orðini sum vórðu sungin. Um ð_ var ljóðgóskan ella eitthvørt annað skal eg ikki fara at loypa út í orð, tí var tað sera gott at tey høvdu skipað fyri at hava uppvørpu, soleiðis at fólkið kundi fylgja við í tí, ið sungið varð um. Innímillum kom ein dama upp á pallin, meðan sungið var, har hon líkasum stýrdi bólkinum og dugdi hon ógvuliga væl at fáa fólkið við sær. Tað er onki at ivast í, at boðskapurin hjá teimum var sera einfaldur og greiður. "LIVIR TÚ FYRI JESUS ? ". Í hesi góðu atmosferuni tosaði Christin Kain til fólkið, og eftir at hon hevði tosað eina løtu, bað hon fólkið um at seta seg niður. Hon greiddi frá, at Gud vil brúka okkum øll í hansara tænastu. Christin var sum smágenta sjálv missnýtt í fleiri ár av ymsum monnum, men Gud vildi nakað annað, tí Gud umbroytti hennara lív og lærdi hana at fyrigeva. Í dag kann Gud brúka Christin í sínari tænastu, "Youth Alive" ferðast runt verðina í tænastu fyri Jesus í dag. Christin tosaði í eini 40 min. men tað kendis bert sum ein løta. Ja ella nei, var tað, sum Christin Kain var upptikin av. At geva Jesusi alt, var tað sum hevði týdning. Bjóðað var til forbøn eftir hetta og tað vóru fleiri sum tóku av til frelsu og endurnýggjan. Samanumtikið kann sigast, at tað kendist sum ein blanding av konsert og møti, ið vit upplivdu hetta kvøldið. At hesin sangstílur og framførsla annars er nakað, ið vit framyvir kunnu fáa bjóðað, er lítið at ivast í, tí hóast nýtt, so er kanska ikki so nógv "nýtt" vi_ gleðiboðskapinum um Jesus, tí tann gamla søgan er jú sum kunnugt altíð nýggj. Fyrireikararnir skulu hava tøkk fyri eitt vælskipað kvøld. Hans Fróði Hansen SíS Lá deyður í fleiri vikur Ein 50 ára gamal maður varð mikudagin í seinastu viku funnin deyður í heimi sínum. Løgreglan vil ikki siga nakað um tíðarskeiðið, maðurin hevur ligið deyður, men bara at maðurin hevði verið deyður í eina tíð, tá hann varð funnin. Tað frættist annars, at maðurin hevur ligið deyður í ein góðan mánað ella seks vikur, áðrenn nakar varnaðist mannin. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Arbeiðið byrjaði í gjár Í gjár varð av álvara skjøtil settur á arbeiðið at projektera tað nýggja suðuroyarskipið. Bólkurin hjá Strandferðsluni, sum hevur fyrireikað byggingina, og sett krøvini fyri skipið upp, fór til Danmarkar hetta vikuskiftið.Og í gjár skldi hann á við felagið, Knud E. Hansen, sum skal projektera tann nýggja Smyrilin. Strandferðslan hevði fingið nakrar spurningar frá Knud E.Hansen, sum hon skuldi svara uppá, og síðani skuldi arbeiðast víðari út frá tí. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at fyrsta stigið á fundinum í gjár skuldi vera vera, at hann sjálvur skuldi halda ein upplýsandi fyrilestur fyri teimum, sum skulu projektera Smyril, um Strandferðsluna og um strandferðslu í Føroyum. Hetta varð fyri at teir fáa eina betri hylling á fortreytunum fyri strandferðslu í Føroyum og, hvat teir hava við at gera, hvussu farleiðin er, hvussu veðrið er, o.s.fr. Ímeðan bólkurin er niðri, fer hann eisini kanningarferð at hyggja eftir skipum og á onkur virki, sum gera motorar o.s.fr. Tað kostar 500.000 at projektera tann nýggja Smyrilin og projektið skal verða liðugt 14. desember. Tann nýggi Smyrilin tekur um 200 bilar, tað er næstan tvær ferðir so nógv sum Smyril, ið nú er. Nýggi Smyril fer at taka um 800 ferðafólk um summarið og 500 um veturin, tað er tað sama sum Smyril, ið nú er, tekur. Men nýggi Smyril verður munandi betri útgjørdur í allar mátar. Hann verður um 115 metrar langur og skal sigla 21 míl. Sostatt fer tað at taka um 1 tíma og 35 minuttir at sigla av Tvøroyri til Havnar. Gongur sum ætlað, verður kjølurin strektur næsta heyst ogtað fer at taka um tvey ár at byggja skipið. Í projektbólkinum sita Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni, Hanus Lassen, skipari, Petur Winther, maskinstjóri, Jógvan Nybo, 1. meistari, Heri Joensen, fólkaflutningsleiðari á Strandferðsluni, Pauli Larsen, skipari og Øssur Nielsen, maskinstjóri. Harafturat hava eisini suðuroyingarnir Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, Dan Nielsen, býráðsformaður á Tvøroyri, umframt vinnulívsmenninir Heri Hjelm og Viberg Sørensen, verið í projektbólkinum. Skrivari hjá bólkinum er Johan Isholm á Strandferðsluni. Men tað skilst, at tað eru bara nakrir í bólkinum, sum skulu avstað. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Nú eru krøvini komin Tvøroyar Kommuna hevur nú fingið at vita, hvørji krøv verða sett til hølini, sum nýggi almanna- og heilsuskúlin skal vera í, og nú verður farið at kanna, hvørji høli kunnu brúkast Tvøroyrar Kommuna fer nú av álvara at leita eftir hølum til tann nýggja almanna- og heilsuskúlan, sum skal vera á Tvøroyri. Býráðið hevur ikki kunnað útvega høli til skúlan fyrr, tí tað er ikki fyrrenn nú, at tað hevur fingið at vita frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum, hvørji krøv verða sett til hølini og, hvør ætlanin annars er við hesi nýggju útbúgvingini. Dan Nielsen, býráðsformaður á Tvøroyri, sigur, at sjálvandi hevur býráðið havt onkur høli í kikaranum, men tað er nústani, at tað ber til at hyggja nærri eftir ymsum hølum í kommununi. Nú fara vit at meta um tey høli, sum kunnu koma uppá tal útfrá teimum krøvum, sum Undirvísingar- og mentamálaráðið hevur sett, sigur býráðsformaðurin. Men hann sigur, at býráðið fær ikki so stutt skotbrá at útvega hølini í, sum tað annars hevur verið líkt til, tí skúlin skal ikki byrja 1. januar, sum annars ætlanin hevur verið alla tíðina. Vit hava fingið at vita, at skúlin skal hava hølini tøk frá 1. februar at rokna, sigur Dan Nielsen. Hann sigur, at í fystu atløgu er ætlanin at byrja við eftirútbúgvingini av heimahjálpum. Tað eru styttri skeið fyri tær, sum hava verið heimahjálpir eitt áramál. Seinni er so ætlanin at fara undir sjálva útbúgvingina, sum tekur longri tíð. Men Dan Nielsen sigur, at tey hølini, sum kommunan fer at útvega nú, verða bara fyribils. Vit fara at finna eini høli nú, men tað verður við teirri treyt, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur funnnið eina varandi loysn um tvey, ella trý ár. Annars er leiðari fyri skúlan settur og hann skal hava skrivstovu tøka longu frá 1. desember. Annars hevur skúlin brúk fyri skúlastovu til 20 næmingar og eini venjingarstovu við ymsum hentleikum at vaska og skola o.a.Harafturat skal skúlin hava køk, rúm til ítriv, lærararúm, uppihaldsrúm til næmingar og bókasavn. Afturat øllum hesum er tað neyðugt at finna bústaðir til næmingarnar, sum jú fara at koma úr øllum landinum. Men Dan Nielsen ivast ikki í, at brúkilig høli verða útvegað til tíðina. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Vit hava góða tíð Fyri okkum kann nýggja vaktar- og bjargingarskipið verða liggjandi í Noregi so leingi tað skal vera, sigur formaðurin í Føroya Maskinmeistarafelag Vit hava góða tíð. So fyri okkum kann Brimil verða liggjandi í Noregi so leingi tað skal vera. Finnleif Guttesen, formaður í Føroya Maskinmeistarafelag fær ikki nervar av ósemjuni ímillum Fíggjarmálastýrinum og manningarfeløgini um sáttmálan hjá teimum, sum skulu sigla við nýggja vaktar- og bjargingarskipinum. Hann sigur lønin hjá teimum, sum sigla við Vaktar- og Bjargingartænastuni er alt ov lág, og nú ein nýggjur sáttmáli skal gerast fyri Brimil, er tað greitt, at teir vilja hava hana upp. Hann vil ikki siga, hvørji krøvini eru, men hann sigur, at lønin er so lág nú, at tað er láturligt í eygunum á maskinmeistarum úttanlands, sum teir hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni kunnu samanbera seg við. Eg haldi, at okkara krøv eru rímilig. Verða tey gingin á møti, verður lønin hægri enn í summum av hinum sáttmálunum, vit hava. Men hon verður framvegis lægri enn í øðrum sáttmálum, sum vit eisini hava. Hann viðgongur, at orsøkin til, at maskinmeistararnir eru komnir í hesa støðuna, er, at teir hava ikki verið nóg dugnaligir at fáa lønina hækkaða tey seinastu árini. Har mugu vit taka í egnan barm, men tað mugu vit so rætta nú. Og hann dylir heldur ikki fyri, at Brimil er eitt kærkomið høvi til at fáa gjørt nakað munagott við lønina. Hann heldur ikki, at trýstið liggur á maskinmeistarunum at fáa tann nýggja sáttmálan undir land. Trýstið liggur hjá Landsstýrinum, tí maskinmeistararnir kunnu altíð fáa størv við betri løn, enn teir kunnu fáa hjá Vaktar-og bjargingartænastuni. Vit taka tað púra róligt, tí hvat okkum viðvíkur hevur tað ikki skund at fáa Brimil heim. Hann sigur, at tað skulu vera tríggir mans í maskinuni á Brimli, tveir við fullari útbúgving og ein maskinistur. Men fíggjarmálastýrið sigur jú, at tað er ikki nýggjur sáttmáli, sum samráðast skal um. Tað, sum hettasnýr seg um, er at finna ein lønarbólk í sáttmálanum sum er, at løna menninar eftir? Tað er skeivt. Fyri okkum er tað ongin ivi um, at tað er ein nýggjur sáttmáli, sum vit skulu samráðast um. Tað hava vit eina lógfrøðiliga váttan fyri og hesari váttan hevur Fíggjarmálastýrið ikki mótmælt. Hann vísir eisini á, at tað er Fíggjarmálastýrið, sum hevur skyldina av, at hendan setøðan er íkomin. Tá ið sáttmálasamráðingar vóru seinast, ætlaðu vit at gera sáttmála fyri Brimil, men tað vildi Fíggjarmálastýrið ikki. Men nú vísir tað seg so, at teir hava bitið seg sjálvar í halan. Stríðið hert Stríðið um Brimilin er nógv hert seinastu dagarnar og m.a. hevur Fíggjarmálastýrið steðgað lønunum til menninar á nýggja Brimli. Sostatt er verkbann sett í verk ímóti okkum og tað fara vit eisini at mótmæla. Og eins og Skipara- og Navigatørfelagið, hava eisini vit tikið fyrivarni fyri at seta tiltøk í verk, sum fara at raka alla Vaktar- og Bjargingartænastuna. Vit hava eisini tikið fyrivarni fyri at krevja endurgjald fyri, at lønin er steðgað. Finnleif Guttesen sigur, at tað kann hugsast, at tað kemur hartil, at tað verður neyðugt at seta tiltøk í verk, sum kann raka hini skipini, eins og Vaktar- og Bjargingartænastuna annars. Men enn er tað ikki upp á tal. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Krevja endurgjald fyri yvirmenninar á Brimli Tað, sum fíggjarmálastýrið ger, er ólógligt og tað fara vit at krevja endurgjald fyri, sigur formaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum Ósemjan um nýggja vaktar- og bjargingarskipið, Brimil, stendur við og versnar. Hesar seinastu dagarnar hevur onki samband, sum kundi fingið glið aftur á málið, verið ímillum feløgini hjá teimum, sum skulu manna Brimilin og Fíggjarmálastýrið. Einasta samband, sum hevur verið ímillum partarnar hevur tvørturímóti ført við sær, at ósemjan bara herðist. Seinasta, sum Fíggjarmálastýrið tók var í farnu viku og tað var at steðga lønini hjá yvirmonnunum, sum skuldi sigla við Brimli. Tá ið teir ikki vilja arbeiða, kunnu teir heldur ikki fáa løn, segði Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri. Men formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum, Ellintur Abrahamsen, sigur, at hetta hevur Fíggjarmálastýrið ikki rætt til. Hetta er ólógligt og tað lata vit ikki fara aftur við borðinum óátalað, sigur Ellintur Abrahamsen. Hann sigur, at t að er onki at ivast í, at Skipara- og Navigatørfelagið fer at krevja endurgjald frá Fíggjarmálastýrinum fyri at hava steðgað lønini. Menninir hava ikki noktað at gera tað arbeiðið, teir eru vanir at gera. Men tað er beinleiðis ólógligt at loysa eitt skip frá bryggju, fyrrenn sáttmáli er ímillum reiðaran og manningina. Og eina løgtingssamtykt kunnu vit heilt einfalt ikki bróta, sigur formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum. Vit bíða bara. So verður spennandi at vita, hvussu leingi Landsstýrið ætlar sær at bíða, men tað er so teirra avgerð, leggur hann afturat. Jan Müller - jan@sosialurin.fo Vit eiga hvønn oljudropa Danir kunnu ikki taka undirgrundina aftur. Teir kunnu ikki á legalan hátt taka nakað aftur, sum vit hava fingið so sum undirgrundina. Hetta sigur Halgir W. Poulsen, advokatur, sum var við í samráðingunum við danir um yvirtøku av undirgrundini. Undirgrund Jan Müller Vit eiga hvønn oljudropa, sum kemur upp úr undirgrundini sigur advokaturin, sum heldur fyri, at avtalan føroyingar og danir hava gjørt um undirgrundina kann bara takast aftur við eini kontrakollvelting - Um vit fara at kríggjast móti Danmark, og teir taka Føroyar við hermegi, so kunnu teir gera, hvat teir vilja leggur hann eitt sindur speirekandi aftrat. Uppá fyrispurning hvørja viðmerking hann hevur til ta støðu, sum er íkomin, eftir at samráðingarnar í Keypmannahavn slitnaðu í farnu viku vísir Halgir W. Poulsen til úttalilsi síni í útvarpinum um sama mundið, tá hann m.a. førdi fram, at tað var heilt burturvið at spyrja nakran ella sáa iva um, antin føroyingar eru ein tjóð ella ikki. Anfinn og Høgni vilja hava eina váttan um, at vit eru eitt sokallað fólkarættarligt subjekt. Tað kann diskuterast. Men eg dugi ikki at síggja, at tað hevur nakran relevans. Man kann ikki krevja av danska forsætisráðharranum, at hann skal geva erklering uppá tað. Tað mátti verið nóg mikið fyri hesar menninar, at teir hava fingið eina váttan frá donsku stjórnini og danska fólkatinginum um, at hesi vilja samráðast við okkum um loysing og vilja vit loysing, so fáa vit tað. Hvat meira hava teir brúk fyri spyr Halgir W. Poulsen! Jan Müller - jan@sosialurin.fo Vit fáa tað sjálvstýri vit ynskja Hetta er so óverdugt. Tað skapar ikki virðing fyri okkara landsstýri. Tað kundi gott verið gjørt uppá annan máta, har vit høvdu eitt sindur av sjálvsvirðing heldur enn at framtúra við einum og øðrum, sum bara skapar frustratión, konfrontation og ótryggleika fyri allar partar. Eisini fyri fólk. Vit eru í villarreið. Hvat verður nú tað næsta teir finna uppá spyr advokaturin Bjørn á Heygum Framtíðarstøða Føroya Jan Müller Ein av teimum, sum ikki plagar at leggja fingrarnar ímillum, tá stór og álvarslig politiskt mál eru til viðgerðar er Bjørn á Heygum, advokatur í Havn, og kanska serstakliga, tá hesi hava ein løgfrøðiliga brodd. Eg dugi ikki at síggja, at tað hevur so ovurstóran týdning, hvussu man einaferð tulkar eitt orð sæð í mun til realitetirnar í samráðingunum, sum eru tær, at vit fáa tað sjálvstýri og tann suverenitet, sum vit sjálvi ynskja. Tað er jú staðfest. Tað má væl vera kjarnan, beinagrindin í hesum málinum sigur Bjørn á Heygum og vísir til, at danski forsætisráðharrin Nyrup alment í sjónvarpinum hevur úttalað hetta og at hann eisini hevur sítt bakland í ordan, har hann jú hevur alt fólkatingið aftanfyri seg. Bjørn á Heygum sigur tí, at um Føroya fólk við eina fólkaatkvøðu avger við einum meiriluta, at man ynskir ein suverenan stat, so fær tað ein suverenan stat. Hann heldur tí, at vit eiga ikki at royna at grugga málið og líkasum fara út á eitt akademiskt síðuspor við tulkingunum av tjóð, landi, fólki osfr. - Eg haldi ikki tað er serliga relevant. Hví man skal hava fólkaatkvøðu um eina tulking av einum orði ella definitión? Tað síggi eg ikki rættiliga endamálið við. Mær tykist, at málið hevur lyndi til at fara út á eitt síðuspor. Bjørn á Heygum sigur víðari, at landsstýrið má væl hava innsæð, at man kemur ikki longur við samráðingunum, nú vit hava fingið greið boð um fýra ára skiftistíð. - Vitandi um at man ikki kemur ígjøgnum við eina fólkaatkvøðu við einum uppskoti um ein føroyskan suverenan stat, sum byggir á fýra ára skiftistíð, so havi eg varhugan av, at hetta seinasta stigið hjá landsstýrinum snýr seg um taktikk. Man líkasum roynir at koma inn gjøgnum bakdyrnar við øllum hesum akademisku tulkingunum av statsrættar- og fólkarættarligum viðurskiftum ofr. og fær harvið gruggað alt málið. Samdur við Nyrup Advokaturin og fyrrverandi sambandstingmaður sigur sera annars vera samdan við Nyrup um, at soleingi tey viðurskiftini eru galdandi, sum eru tað, er útgangsstøðið fyri tjakinum statsrættur. - Tað má tað vera. Antin man tekur undir ella ikki við teimum viðurskiftum, sum eru, so má man virða tey. Tí tað er á legalum juridiskum grundarlag, at vit hava eina skipan, sum er Heimastýrislógin. Solengi tann skipanin er í gildi millum Føroyar og Danmark, tosa vit sum útgangsstøði um statsrætt og ikki fólkarætt. At man so út frá øðrum sjónarmiðjum kann fáa okkum at vera eitt land og ein tjóð, málsliga, geografiskt, mentanarliga osfr. er so sín søk. Men tað er ikki so avgerandi í hesum samanhanginum. Bjørn á Heygum sigur víðari, at uttan mun til hvørja politiska uppfatan man hevur, so má man royna at vera objektivur og reellur og taka útgangsstøði í tí veruleika sum er og ikki einum veruleika, sum man ynskir sær. Hann skal kanska koma seinni. Hann heldur annars fyri, at tað eru undarlig signal, sum landsstýrið kemur út við, um nú at kontakta ST og fara undir at fyrireka eina fólkaatkvøðu, tá vit ikki fáa at vita, hvat endamálið er. Men eitt stendur rimmarfast, og tað er, at landsstýrið hevur rent seg fast. Totalt. Spurningurin er, um teir í heila tikið kunnu koma víðari. Og meta teir tað, hvat er so metodan! Nú skulu teir so hava eina fólkaatkvøðu. Og vísandi til eina fólkaatkvøðu, har Føroya fólk tekur undir við, at tað er ein tjóð, fer landsstýrið so at staðfesta, at nú er ein meiriluti fyri føroyskum suvereniteti og fer so samráðast út frá tí. Ein kann spekulera út í tað óendaliga um, hvat teir ætla. Tað er sera ringt í løtuni at peila teir av vísir advokaturin á og heldur fram: Mær dámar ikki henda konfrontatiónspolitikkin, sum tað alla tíðina verður lagt upp til. Tað er fullkomiliga óneyðugt og fyri mær at síggja, kundi tú nátt nógv longur við samráðingum og við at varðveitt góð viðurskifti, soleiðis at man var tryggur við hvønn annan. Ístaðin fyri hetta alla tíðina at koyra tingini upp í ein spíss og nærum miðja móti at fáa samanbrest millum partarnar. Tað er ikki ein máti at røkka einum máli uppá. Hvat bagir Fólkaflokkinum? Tað undrar ikki Bjørn á Heygum, at Tjóðveldisflokkurin kemur við hesum, tí tað er jú teirra politikkur. - Teir vilja hava eitt fullveldi her og nú og ongantíð ov skjótt. Tá leggur man ikki nógv í, um man ikki hevur góð viðurskifti við danir. Tað hevur man kanska ongantíð havt. Men at Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin skulu fara so langt út og lata seg toga og lokka so langt av Tjóðveldisflokkinum, undrar meg stórliga. Og eg veit eisini, at teir hava ikki uppbakking í heilt stórum parti av sínum baklandi fyri tí rikna politikkinum. Tosar tú við fólkafloksfólk og sjálvstýrisfólk, so siga tey, at hetta var ongantíð meiningin við hesi samgonguni. Tá tað ræður um spurningin tjóð, so heldur Bjørn á Heygum, at vit hava altíð mett okkum sum tjóð. - Spurningurin er tá, hvussu hetta verður fatað í statsrættarligum samanhangi. Eitt er hvørja fatan vit hava í okkara hugaheimi av spurninginum tjóð. Eitt annað er hvussu hetta reint løgfrøðiliga skal handfarast og hvat útgangsstøðið er í eini samráðingarstøðu. Tá kanst tú ikki brúka orðið tjóð sum synonym við ein suverenan stat. Tað ber ikki til undir verandi fyritreytum. Tí er umráðandi, at man skilir hesi tingini at. Tá tað snýr seg um mentan ol. eru vit ein tjóð, men tað má ikki koma hartil undir verandi fyritreytum, at vit fara at gera samanberingar við eina tjóð og ein suverenan stat. Tað ber ikki til. Man má ikki blanda hesi tingini saman. Tað sigur Nyrup eisini, og eg eri púra samdur við honum. Vit mugu samráðast út frá teimum verandi statsrættarligu fyritreytunum, sum galdandi eru millum partarnar. Hvat so kann koma aftaná veldst um úrslitið av samráðingunum. Vil misbrúka fólkaatkvøðu Bjørn á Heygum er annars bangin fyri, at landsstýrið tilætlað ætlar at brúka hugtøk, sum eru minni ítøkilig og meira ella minni luftig og so eftirfylgjandi leggja sína tulking í tað og presentera tað fyri Nyrup og siga: - Ger so væl, vit hava havt eina fólkattkvøðu um, at vit eru ein tjóð, ergo er talan um, at man er fyri einum suverenum stati. Tað er ikki reelt at arbeiða uppá tann mátan. Tað er ikki nokk, at tú tekur støðu fyri og ímóti nøkrum, tú skal eisini kunna vita frammanundan, hvat tað eftirfylgjandi skal brúkast til. Hetta er so óverdugt. Tað skapar ikki virðing fyri okkara landsstýri. Tað kundi gott verið gjørt uppá annan máta, har vit høvdu eitt sindur av sjálvsvirðing enn at framtúra við einum og øðrum, sum bara skapar frustratión og konfrontation og ótryggleika fyri allar partar. Eisini fyri fólk. Vit eru eitt sindur í villarreið. Hvat verður nú tað næsta teir finna uppá spyr advokaturin og svarar - Man veit tað aldrin. Jan Müller - jan@sosialurin.fo Hava bara fingið undirgrund til láns Spurningurin er, um vit hava yvirtikið undirgrundina ella um vit bert eru sloppin at spæla við hana, at vit bara hava fingið hana til láns? Um man lurtar eftir tí, sum Nyrup sigur, so ljóðar tað sum, at vit bara hava fingið alt til láns. Og hava teir hug at taka tað aftur, so gera teir tað sigur Anfinn V. Hansen, advokatur, sum heldur tað hevði verið gott, um vit í Føroyum fáa eitt prinsipielt orðaskifti um ríkisrættarligu viðurskiftini FramtíÐarstøÐa Føroya Jan Müller Ein av teimum føroysku advokatunum, sum oftani luttekur í almenna politiska/løgfrøðiliga orðaskiftinum í Føroyum er Anfinn V. Hansen í Havn. Sosialurin hevur spurt, hvat hann heldur um støðuna, nú slit er íkomið í samráðingunum millum Føroyar og Danmark um framtíðar støðu Føroya. Anfinn V. Hansen heldur ósemjuna snúgva seg um, antin føroyingar eru nakað serstakt ella vit bara eru ein partur av ríkinum, og har tað við eini vanligari fólkatingslóg hevur verið sagt, at vit hava nøkur vanlig rættindi. Gamla teoriin var, at føroyingar hava fingið útdelegerað nakað tað sama sum amtini í Danmark og at man líkasum livir av náði av fólkatinginum. Um fólkatingið í morgin meinar, at heimastýrið ikki skal vera galdandi longur, so tekur man tað bara av. Føroyingar nýtast tí als ikki at spyrjast eftir. Anfinn V. Hansen vísir síðani til, hvussu gongdin hevur verið henda hesi 50-60 árini. - Í 1948 varð staðfest, at tað er ein munur millum føroyingar og danir. At føroyingar hava fingið nøkur fólkarættslig rættindi, og at tað er komin ein siðvenja, sum í prinsippinum setur grundlógina til viks á nøkrum punktum. Nógv teori hevur verið frammi um, at danskir myndugleikar kunnu ikki seta til viks føroyskar myndugleikar á økjum, har heimastýrið hevur yvirtikið. Tað, sum nú hendir, er, at danir siga, at hetta er ikki rætt. Sagt verður nú, at føroyingar eru ein partur av grundlógini, soleiðis sum hon er orðað. Tvs. at heimastýrið er ikki nevnt í grundlógini, og tað merkir, at man hevur eingi rættindi. Føroyingar hava tí í veruleikanum ikki fleiri rættindi enn einhvør kommuna í Danmark vísir Anfinn V. Hansen á og leggur aftrat, at hetta er tað, sum forsætisráðharrin ikki vil ganga frá, og tað merkir so aftur, at vit her eru innan fyri vanligan statsrætt. Tað framgongur so eisini av grundlógini, at man kann tveita ein part av ríkinum út, um man ynskir tað. Hetta er tað, sum forsætisráðharrin vil tosa út frá, meðan landsstýrið metir, at føroyingar uppfylla treytirnar eftir vanligum fólkarætti til at vera sjálvstøðugt fólk og fáa tey rættindi, sum eitt serstakt fólk hevur til at kunna skipa síni egnu viðurskifti. Anfinn V. Hansen sigur at hetta er sama tjakið sum verið hevur um t.d. Kosovo, har danir tó siga beint tað øvugta. Hann heldur eisini Turkaland vera eitt gott dømi um hetta sama. Turkaland viðurkennur ikki kurdar. Tað metir teir sum fjallaturkar og vil ikki geva teimum nøkur serstøk rættindi. Turkiska stjórnin sigur, at hetta er eitt innanhýsismál. Talan er um eitt samlað ríki og eina samlaða lóg, og tað er eingin, sum hevur nøkur serstøk rættindi til at kunna útrópa seg nakað. Turkaland hevur fingið nógvar atfinningar móti hesi støðu síni mótvegis kurdunum frá Mannarættindafelagsskapum, Dan-mark og ES, sum vísa á, at kurdar lutvíst uppfylla treytirnar fyri at vera eitt fólk. Har eru danir hinumegin, men tá snýr seg um viðurskiftini viðvíkjandi Føroyum, so meta teir ikki, at tað sama er galdandi, og tað heldur føroyski advokaturin vera ein løgin støða. Anfinn Hansen vísir annars á, at aktuella málið um viðurkenning av Føroyum sum tjóð er væl íkomið eftir orðaskiftið í sambandi við Føroyar og ST og Nato. -Tað er spurningurin um, hvønn koyriplan tú skal fylgja fyri at koma til eitt endaligt úrslit, hvør tað í veruleikanum er, sum situr yvir fyri hvørjum øðrum. Har hevur landsstýrið so valt eina kós, sum í hvørtfall juridiskt tey flestu eru samd um, at tað hevur rætt at hava. Men jura og politikkur fylgjast ikki altíð at leggur advokaturin aftrat. Fólkaatkvøða Hvat viðvíkur spurninginum um fólkaatkvøðu sigur Anfinn V. Hansen, at ein slík fer ikki at snúgva um, antin vit eru ein tjóð ella ikki. - Ein kann í prinsippinum ikki hava eina fólkaatkvøðu uttan man er ein tjóð ella onkur meinar, at man er ein tjóð. Tað eru ymisk objektiv kriteriur, sum skulu til fyri at staðfesta, at talan er um eina tjóð, og tey kann ein ikki atkvøða um. Ein atkvøðugreiðsla er heldur ikki bindandi uppá nakran máta vísir Anfinn Hansen á. - Hon er eitt slag av eini útvíðkaðari opinionskanning. Við eini slíkari ber til at finna fram til, hvat viljin er í Føroyum. Um føroyingar t.d. ganga inn fyri at útviska munin, sum er millum ein føroying og ein dana ella um teir vilja hava staðfest, at tað er ein munur. Tvs. um fólkið heldur tað. Tað liggur sum so ikki nógv jura í hesum. Men um føroyingar, sum eru í Føroyum, ikki kenna seg sum føroyingar men heldur sum eitt slag av dønum, so kann man finna fram til, um tað er tað teir meina. Siga fólk ja til, at vit eru nakað serstakt, so hevur man eisini fingið eina útmelding um at vilja og sum man so kann brúka politiskt. Hvat heldur tú persónliga um ta vend, sum er íkomin eftir seinasta samráðingarfundin? Tá landsstýrið heilt frá byrjan segði, at tað vildi hava eina avtalu, og man tá skal fylgja teirri linjuni, so er hetta í prinsippinum tað rætta at gera. Tí alt hetta byrjaði jú við, at føroyingar vóru ónøgdir við, hvussu Heimastýrislógin virkaði. Tað var greið politisk semja um, at Heimastýrislógin mátti broytast uppá onkran máta, og tað mátti gerast greitt, at vit høvdu ein serligan status. Hetta gekk eisini Javnaðarflokkurin inn fyri. Fylgir man tí, sum nú verður sagt innan statsrætt, so verður í veruleikanum sligið fast, at Heimastýrislógin hevur heldur einki serligt tilverugrundarlag meira, enn at vera ein vanlig lóg. Heimastýrislógin Anfinn Hansen sigur, at tað kundi verið áhugavert nú at fingið framprovokerað eitt tjak um, hvussu hetta við Heimastýrislógini veruliga fyriheldur seg. - Skulu vit velja millum av hava eitt hálvt ella eitt heilt sjálvstýri ella stendur valið millum at hava okkurt slag av sjálvstýri ella eru vit bara beinleiðis ein undirornaður partur undir tí danska ríkinum? Tað er væl eisini fyri at fáa hetta tjakið fram innanhýsis í Føroyum og ikki so nógv í Danmark, at landsstýrið hevur tikið hetta fram. Út frá signalunum, sum eru komin fram millum flokkarnar, hevur tað verið eitt sindur ógreitt, hvat í veruleikanum varð samráðst um. Í so máta er hetta skilagott, men tað er so ein politiskur spurningur. Anfinn Hansen heldur fyri, at vit í veruleikanum hava parkerað samráðingarnar við danir um fullveldi og eru farin inn í eitt annað prinsipielt orðaskifti. Spyr man landsstýrið um alt hetta, verður svarið, at tað hevur gingið út frá tí, sum tað nú hevur biðið um at fáa váttað, nevniliga tað, sum danir hava tikið undir við alla tíðina. Tí er tað ein nýggj støða, tá danir ikki vilja taka undir við tí. Síðani 1948 hevur verið sagt, at Heimastýrislógin fastleggur nøkur rættindi, sum ikki kunnu takast aftur. Tí er hetta, sum nú er komið fram, ein nýggj støða. Eru Føroyar eitt amt við serligum rættindum? Undirgrundina til láns! Uppá fyrispurning um tað ikki fleiri dømi um, at føroyingar hava yvirtikið mál og sum ikki kunnu takast aftur av dønum, eitt nú yvirtøkan av undirgrundini ella ráevnunum sigur advokaturin: - Spurningurin er, um vit hava yvirtikið undirgrundina ella um vit bert eru sloppin at spæla við hana - hava vit bara fingið hana til láns? Hvat heldur tú? Um man lurtar eftir tí, sum Nyrup sigur, so ljóðar tað sum, at vit bara hava fingið alt til láns. Og hava teir hug at taka tað aftur, so gera teir tað. Anfinn Hansen sigur víðari, at hevur danska stjórnin givið okkum undirgrundina so nógv, at teir ongantíð aftur kunnu ráða yvir henni aftur, so hevur hon harvið eisini tilsíðusett sjálva grundlógina. Spurningurin er so, um undirgrundin veruliga er givin so nógv, at hon ikki kann takast aftur! Tað er tað, sum vit mugu fáa staðfest. Vit hava fingið lyfti um ymiskt síðani 1948, har tingini líkasum skulu passa seg sjálvi, og so leingi tey kunnu tað, hava vit tey. Men um tey í veruleikanum kunnu ferðast aftur til Danmarkar er nakað, sum vit ongantíð hava fingið avprøvað. Tað er væl tað, sum landsstýrið hevur biðið Nyrup um at vátta og sum hann ikki kann vátta. Tí tá lovar hann ov nógv. Anfinn Hansen vísir á, at fyrrv. forsætisráðharrin, Schluter úttalaði seg á sinni um, at føroyingar skuldu hava undirgrundina og behalda hana. Spurningurin tá er, hvussu nógv hann hevur bundið seg við tí avgerðini! - Nýggi forsætisráðharrin Nyrup vil ikki úttala seg um slíkt. Tá er spurningurin, um hann við hesum tekur orðini hjá hinum aftur ella hevur eina aðra meining! Íkemur ein ósemja, so kanst tú ikki fáa ein dómstól at avgera hana. Tá eru tað í prinsippinum bara kanónir, sum kunnu avgera tað. Sunt orðaskifti Hvat vantar tú fer at henda í kjalarvørrinum á seinasta fundinum í Keypmannahavn: eitt eljustríð ella eitt sunt orðaskifti? Eg rokni við, at vit fáa eitt sunt orðaskifti um nakað, sum vit hava tosað ov lítið um, og har føroyingar mugu finna út av sjálvir, hvat teir halda. Vit mugu fáa vent orðaskiftinum frá at verða alt ella einki til at verða, hvat vit hava og hvat vit ynskja at fáa í staðin fyri. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Løgreglan tikið fýra ávirkaðar bilførarar Bæði í høvuðsstaðnum, Norðoyggjum og í Suðuroynni hevur løgreglan kannað bilførarar og bilar um vikuskiftið Best stóð til í Klaksvík, har eingin bilførari varð tikin við kenning, hóast løgreglan var úti alla leygarnáttina og gjørdi paragraf 13 kanningar. Fleiri bilar vórðu kannaðir, men allir førararnir vóru edrúir. Í Havn vórðu fýra førarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir. Fríggjanáttin var eitt ordiligt hál hjá løgregluni, tá tríggir førarar vórðu tiknir, meðan ein varð tikin leygarnáttina. Í Suðuroy var ein førari tikin við kenning leygarnáttina. Teir førarar, sum eru tiknir fyri at koyra ávirkaðir, hava enn ikki mist koyrikortið. Løgreglan má bíða til úrslitið av blóðroyndunum av førarunum eru komið aftur úr Danmark, áðrenn meira verður gjørt við málini. Førararnir hava fingið eitt fyribils koyrikort, meðan bíðað verður eftir úrslitunum, men teir flestu kunnu vænta sær at koyrikortið verður tikið. Avhoyringar vanta framvegis Tveir størri eldsbrunar hava verið í Havn seinastu dagarnar, men enn er løgreglan ikki komin á mál í kanningunum, tí onkrar avhoyringar vanta. Sunnumorgunin klokkan 6 á morgni fekk løgreglan fráboðan um eldsbruna í R.C. Effersøesgøtu. Løgreglan upplýsir, at einki illgrunasamt er við tí eldsbrunanum, men kanningararbeiði er enn ikki liðugt. Við Sundsvegin var eldur í einum sethúsum í seinastu viku, men heldur ikki í hesum føri er kanningararbeiði liðugt. Rýmdi frá óhappi Leygardagin varð ein bilur ákoyrdur av eini knallert í Klaksvík. Drongurin á knallertini rýmdi tó av staðnum, og førarin kundi ikki greiða nærri frá, hvør sat á knallertini. Annars vóru eisini nøkur smærri ferðsluóhapp í Klaksvík, tó hendi eingin stórvegis skaði. Í Froskmannafelagnum í Klaksvík hava ótangar verið uppá spæl fríggjanáttina. Har varð herverk framt, og onkur rútur varð brotin. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Reisingin fall Skaðarnir vóru smáir, tá hugsað verður um ta sera høgu vindstyrkina, sigur Kári Kjelnæs, leiðari á Sløkkiliðsstøðini í Klaksvík, sum hevði nógv um at vera við at fyribyrgja stormskaðum um vikuskiftið. Nýreista autistaheimið stóð fyri skotum og fall Nýggja autistaheimið varð júst reist og Merkið varð vundið í húnarhátt fyri fáum døgum síðani. Nú liggur alt í sori, og bara stoypta grundin stendur eftir. Hetta var mest umfatandi skaðin í Klaksvík, sum stóðst av nógva vindinum um vikuskiftið. Høvuðsuppgávan hjá sløkkiliðnum í hesum sambandi er at skaðafiksera ella at fyribyrgja fleiri skaðum. Vit á sløkkiliðnum fóru oman á autistaheimið at skaðafiksera har, tá alt koppaði. Vit løgdu stórar betongklossar, ið viga eini tvey tons, á alt tað leysa, sum lá og feyk í vindinum fyri at tað ikki skuldi gera størri skaða. Tað er tó torført at arbeiða í so nógvum vindi og regni, sigur Kári Kjælnes. Har fór alt sum tað var. Tvey hús stóðu lið um lið og flaggaðu í síðstu viku, men tey eru meira ella minni burtur nú og byrjast má umaftur. Ilt er at meta um, hvussu nógvur vindurin var, men styrkin var sera ójøvn, og hvirlurnar kundu vera sera harðar, sigur Kári. Sløkkiliðið hevur annars verið runt um ein stóran part av býnum fyri at rudda leys ting upp, sum vindurin hevur tikið. Tað byrjaði í smáum við at onkur skúrur, sum stóð Niðan Horn, fór á flog. Nógv byggivirksemi er í býnum, og tá liggur altíð nógv tilfar og rekst á byggiplássum. Fleiri tungir formar, sum verða nýttir til stoyping fóru í luftina. Studio Pegasus fekk vitjan av eini skiftilast til lastbilar, sum lá leys. Hon kom at liggja beint uttanfyri høvuðsdyrnar. Einki fólk var á staðnum, tá tað hendi, men fleiri rútar vórðu knústir inn. Ein ruskbingja hjá IRF fór á rull av nógva vindinum. Tað var um reppið, at hon endaði á nøkrum bilum. Var hon farin einaferð runt afturat, høvdu bilarnir ligið undir. Kári Kjelnæs sigur annars, at nógv leys ting ligga og rekast, og tað kann vera vandamikið, tá tað fer á flog. Serliga tá vindstyrkin er so høg sum hesuferð, tá tungar bingjur verða tiknar av vindinum. Tí skulu fólk hava í huga, tá nógvur vindur er, at taka leys ting inn og harvið forða fyri størri skaða enn neyðugt. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Skaðadagur á Strondum Sunnudagurin gjørdist rættiligur skaðadagur á Strondum. Trý skip, ein aliringur og bryggjan í Heygsstøð fingu umfatandi skaðar Útróðrarbáturin Marianna av Strondum fekk heilt stóran skaða í ódnarveðrinum sunnumorgunin. Eisini brunnbáturin Víkingur, snelluskipið Morning Star, ein aliringur og bryggjan í Heygsstøð fingu skaða í ódnini. Útróðrarbáturin Marianna av Strondum fór heilt illa í ódnarveðrinum sunnumorgunin. Báturin lá við bryggju í Heygsstøð og varð fangaður innan fyri brunnbátin Víking, sum sleit og rak oman yvir Marionnu. Sonni Johansen av Strondum, sum eigur Marionnu, sigur stutt og greitt, at tað, sum hent er, er einki minni enn ein vanlukka. Báturin verður ikki afturgjørdur í bræði, og í hvussu so er allur vetrarróðurin fer fyri einki. Sonni Johansen sigur, at báðar síðurnar, gron og reyv umframt eitt nú egningarmaskinan, sum stendur á innilokaða dekkinum, eru farin. Marianna er aluminiumsbátur, og tí sera lættur. Tá so eitt størri stálskip liggur og høggur inn á ein slíkan bát, er einki at gera. Teir vóru annars umborð og ansaðu eftir, sigur Sonni Johansen. Men viðurskiftini vóru soleiðis hesa náttina, at teir sluppu ikki út, uttan at bakka. Tað var ov trong at venda, og ov nógvur stormur til, at teir kláraðu at bakka. So tað var ein vónleyst støða, teir komu í, sigur hann. Marianna kom í klemmu millum Víking og bryggjuna. Stundum var hon undir Víkingi, og stundum var hon oman á bryggjuni. Sonni Johansen sigur, at har er so at siga bara botnurin á skipinum heilur í dag. Tí Sosialurin tosaði við hann fyrrapartin mánadagin, stóð Marianna á sleipistøð á Skála. Fólk frá tryggingini skuldi tá koma inn at hyggja at skaðanum og taka støðu til, hvat gerast skal. Men tað kann taka eitt sindur av tíð, tí har eru jú fleiri partar uppií. Eyðvitað skal tryggingin hjá Víkingi eisini upp í málið. Sonni Johansen sigur, at tað er eisini ein spurningur, hvussu Marianna skal gerast aftur, tá so langt er komið. Báturin er úr aluminium og kann ikki sveisast úti. Finnast skal ein høll, har hann kann takast inn. Ein annar trupulleiki er so, at fólk er ikki í Føroyum, til at gera arbeiðið, sigur hann. Tað var, sum vera man, einki lag á Sonna Johansen, tá Sosialurin hitti hann á máli mánadagin. Rættilig gongd var nú komin á útróðurin hjá teimum, og tað gekk væl. Eisini riggaði alt sera væl umborð, sigur hann. Teir vóru seks mans við Marionnu, og teir missa so allir hesa inntøkuna. Báturin verður so undir ongum umstøðum klárur aftur til nakran útróður hendan veturin, sigur Sonni Johansen. Kanska næsta vetur, gitir hann. Eisini aðrir skaðar hendu á Strondum hesa náttina, sigur Ronald Poulsen, verkfrøðingur hjá Sjóvar Kommunu. Víkingur fekk skaða, umframt at nakað av alifiski er sloppið úr einum ringi, sum lá í havnini, sigur hann. Og sjálv bryggjan er eisini illa farin. Bulvirkið er farið heilt illa. Og betongdekkið er farið oman av í støðum. Fyribils hava teir bert roynt at bjarga tí, sum ligið hevur og rikist í havnini. So sum stokkar av bulvirkinum, sum brotnaðir eru, so teir ikki reka út úr havnini og verða øðrum til skaða, sigur Ronald Poulsen. Inni á Langanesi lá Morning Star, sum eisini fekk skaða, soleiðis at hon fór at leka. Morning Star hevði fisk inni og varð flutt yvir á Toftir at landa, áðrenn nágreiniligt yvirlit yvir skaðan fæst, sigur Ronald Poulsen. Hann sigur eisini, at teir vita ikki rættiliga, hvussu umfatandi skaðarnir eru, tí enn hevur eingin frá trygginini verið og sýnað skaðarnar. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Maersk Air arbeiðir við farmarutu til Føroya Maersk Air hevur ætlanir um at flúgva við farmaflogførum til Føroya. Ætlanin er grundað á føroyska fiskaútflutning Maersk Air arbeiðir við at seta á stovn fraktrutu millum Vágar og Kastrup. Góðu fiskaprísirnir skulu vera grundarlagið undir rutuni. Keld Moesgaard Christensen, rutuleiðari hjá Maersk Air, sigur, at ætlanin ikki er komin longri enn á tekniborðið enn. Men verður nakað burtur úr ætlanini, verður væntandi flogið tvær ferðir um vikuna á hesi nýggju rutuni í byrjanini, sigur Keld Moesgard Christensen. Men sum skilst, metir hann, at tørvurin er so mikið stórur, at flúgvingin kann víðkast, nær tað skal verða. Keld Moesgaard Christensen sigur við Sosialin, at Maersk Air ikki í løtuni hevur flogfør tøk, men at arbeitt verður við at finna flogfør, sum kunnu leigast til endamálið. Tað verða Boing flogfør, talan verður um. Helst 737, sum er tað slagið, felagið í løtuni nýtir á føroyarutuni, sigur Keld Moesgaard Christensen. Hann metir, at batnandi føroyski búskapurin fer at hava øktan farmaflutning við sær. Báðar vegir. Og tann óhoyrdi fiskaprísurin í løtuni ger sítt til, at Maersk Air hevur vónir um, at tað fer at bera til at flúgva við fiski úr Føroyum, skilst. >>Men ætlanin er bara á fyrireikingarstøði enn<<, tekur Keld Moesgaard Christensen., rutuleiðari hjá Maersk Air, aftur í aftur. Rúnar Reistrup - runar@imv.au.dk Donsku bløðini skjóta eftir føroyingum Tað vóru ikki mjúk orð, sum føroyska samráðingarnevndin og føroyingar annars fingu við eftir sær leygarmorgunin í leiðarunum hjá teimum fýra størstu donsku morgunbløðunum Øll tey fýra størstu donsku morgunbløðini, Jyllands Posten, Berlingske Tidende, Politiken og Aktuelt brúktu leygarmorgunin sínar leiðaraspaltur til at koma við viðmerkingum um samráðingarnar millum føroyska landsstýrið og donsku stjórnina, ið sum kunnugt slitnaðu hóskvøldið. Og eins og eftir hini trý samráðingarumførini var tónin mótvegis føroysku samráðingarnevndini, og stundum eisini føroyingum sum heild, ikki serliga blíður eftir fjórða og seinasta samráðingarumfarið. Summi av bløðunum undraðu seg á grundgevingina hjá føroysku samráðingarnevndini fyri at slíta samráðingarnar, meðan okkurt bara undraði seg á føroysku politikararnar sum heild. Politiskt óbúnir føroyingar Tað blaðið, ið hevði størstu kanónirnar frammi leygamorgunin, var Jyllands Posten, sum alt samráðingartíðarskeiðið hevur stuðla donsku stjórnini fult og heilt í hennara handfaring av støðuni. Undir yvirskriftini >>Storhedsvanvid<< nýtir blaðið millum annað høvið til at skjóta eina kúlu eftir tí óhepna leikluti, sum føroysku fólkatingsumboðini fingu undir donsku stjórnaskipanini eftir farna fólkatingsval. Við orðunum: >>Det var netop færingernes trang til at blande sig i Danmarks indre anliggender - som sædvanligt for egen vindings skyld - der ved det seneste valg sikrede Poul Nyrup Rasmussens forbliven som statsminister<< letur blaðið føroyingar vita, at soleiðis koma allar dáragerðir einaferð aftur um brekku, og brotið endar við einum ynski um at >>de sælvstændighedsivrige færinger<< nú hava lært at halda fingrarnar frá komandi donskum stjórnarskipanum. Politiska hegnið hjá løgmanni og landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum fær eisini eina yvirháling frá Jyllands Posten, ið heldur, at føroysku samráðingarleiðararnar frá byrjan hava víst at teimum vantar ta grundleggjandi politisku búgving, ið krevst fyri at handfara eitt so stórt mál sum loysingina frá Danmark. Kallsberg og Hoydal møsna Politiken brúkar fyribirgdið >>Tågesnak<< sum yvirskrift í sínari viðmerking til seinasta samráðingarumfarið á hesum sinni millum stjórnina og landssýrið. >>Tågesnak<<, sum á føroyskum stutt sagt merkir møsn, sipar í leiðaranum hjá Politiken til grundgevingina hjá føroysku samráðingarnevndini fyri at slíta samráðingarnar. Blaðið er av teirri fatan, at ein avtala um føroyskan sjálvavgerðarrætt ikki var nøkur fortreyt, men hinvegin sjálvt málið við teimum sjey mánaðar longu samráðingunum millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið, og ger vart við, at føroyska grundgevingin fyri at slíta samráðingarnar tískil er at rokna sum møsn í sunnaru helvt av ríkisfelagsskapinum, sum blaðið málber seg. Aktuelt mælir til nýval Berlingske Tidende lat stóru orðini liggja eftir í leiðaranum leygarmorgunin, men nýtti tó høvið til eisini at undrast um atburðin hjá føroysku samráðingarnevndini. Blaðið kallar tilboðið hjá donsku stjórnini um fýra ára skiftistíð fyri >>vinarligt<< og avtrappandi blokkstuðulin hesi fýra árini fyri eina >>gávu<< og skilir ikki at føroyska samráðingarnevndin fer heim í illsinni. Blaðið loyvir sær tó at gera gitingar um at støðan, sum nú er íkomin, er úrslit av einum ynski frá føroyska landsstýrinum um at fáa okkurt slag av samanbresti í lag millum Danmark og Føroyar undan fólkaatkvøðuni um loysing komandi ár. Aktuelt er eisini av teirri áskoðan, at føroyska kravið um at danska stjórnin viðurkendi føroyskan sjálvavgerðarrætt bert var ein máti hjá føroyska landsstýrinum at fáa sær eina undanførslu fyri at slíta samráðingarnar. Aktuelt sigur kravið frá føroysku andstøðuni um nýval vera væl skiljandi. Blaðið heldur at tá føroyska landsstýrið nú hevur sett seg sum garant fyri at skapa eitt betri grundarlag undir loysingini, so átti tað at tikið avleiðingarnar og latið veljaran koma til orðana, nú tað ikki eydnaðist at halda sítt lyfti. Sjónarmiðini sum tey fýra stóru donsku morgunbløðini bóru fram leygarmorgunin vóru sum heild umboðandi fyri tað uppfatan, sum danskir fjølmiðlar hava bygt síni tíðindainnsløg á teir tveir dagrnar, sum samráðingarnar millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið var høvuðsevni í tíðindaflutninginum. Undan fjórða samráðingarumfari var so at siga einki gjørt burturúr, men so skjótt tað spurdist, at luftin kring samráðingarborðið var kaldari en nakrantíð áður, varð nógv ljós kastað á tær nú slitnaði samráðingarnar. Tørvurin á barnaskúlum skal nøktast! Í kjalarvørrinum á barnaansingartrupulleikanum kemur altíð skúlatrupulleikin, ið má verða loystur, áðrenn børnini koma í skúlaaldur. Heðin Mortensen býráðslimur, sambandsvalevni til Tórshavnar býráð www.hemorten.com Hesum hevur Tórshavnar býráð tikið hædd fyri, og framvegis skal verða arbeitt fyri at hava skúlaøkið fullkomuliga dagført í høvuðsstaðnum. Støðan er í dag tann, at tørvurin bara akkurát verður nøktaður, so her er neyðugt at binda um heilan fingur, tá vit hugsa frameftir. Stig eru tikin til at betra støðuna, tí nevnast kann, at økið til skúlabygging longu er lagt av við Landavegin, so farast kann undir bygging av nýggjum skúla har í næstum, eins og ítøkiligar ætlanir eru um nærskúla í Hoyvík. Serliga henda seinna ætlanin er spennandi, tí her verður talan um eina uppíbygging av Hoyvíkar skúla, ið kortini verður skipað soleiðis, at sjálvur skúlabygningurin verður í nánd av teimum børnum, ið skulu brúka hann. Hetta er bara tann fyrsta royndin av hesum slagnum, ið ætlandi skal liggja sum grund undir fleiri líknandi nærskúlum, har tørvur er á hesum. Við teimum útbyggingum, vit síggja og hava sæð í høvuðsstaðarøkinum, er náttúrligt, at fleiri av verandi skúlum verða útbygdir á henda hátt, so øll skúlabørn skulu fáa sína barnaskúlagongd í sjálvum nærumhvørvinum. Stóra tilflytingin til Tórshavnar kommunu treytar, at fylgt verður væl við á hesum øki, tí samstundis sum skúlabarnatalið alsamt økist, skal skúlin fyrireikast til at nøkta tørvin. Tá er ikki minst neyðugt, at neyðugu karmarnir bókstaviliga eru til tað, so tí verður arbeitt fyri, at nærskúlar gerast ein haldgóð og vælvirkandi loysn hesi mongu næstu árini! Lægri Skatt Sunda Kommuna hevur læðkað sítt skattaprocent. Í Írlandi er persónligi skatturin umleið 12 %. Vit mugu so avgjørt læðka skattaprocentið bæði í Havn og í Landsskattinum. Johan Mortensen Valevni hjá Tjóðveldisflokkinum Tann persónligi skatturin er alt, alt ov høgur. Við skatti, oljuavgjaldi, MVG, Als og øðrum avgjøldum eru vit fastlæst í einari fíggjarliga spennitroyggju sum darvar framburðshuginum. Tað er ein sannroynd at lægri skattur gevur størri nøgdsemi, økt vinnulív og tá samanum kemur fær bæði borgarin og landsskassin meira burturúr. Vit fáa bert sannan trivnað við lægri skatti. Tað er ein skandinaviskur tvangstanki at bert høgur skattur gevur vælferð. Tvørturímóti byggur tú land við einum lágum skatti, tað eru Isle of Man og risastóri vinnulívsvøksturin í Írlandi kanska bestu dømir um. Lægri skattur er ein átroðkandi uppgáva hjá komandi Býráðið sum eg vil stuða fult og heilt. Nakrir spurningar til Jóannes Eidesgaard Høvdu tygum kunnað gjørt so væl at svara mær hesum spurningum? Hetta eru spurningar, sum eg sakni at tíðindafólk spyrja nærri um. Vinarligast grundið hvønn spurning sær. Hjørdis Heindriksdóttir 1. Vóru tygum til staðar, tá ið danska fólkatingið samtykti sáttmálan um minnilutamál, eftir at stjórnin hevði noktað at viðurkenna føroyska málið sum tjóðarmál og høvuðsmál í Føroyum? 2. Um ja, hvat avkvøddu tygum? 3. Tygum føra ofta fram í ymsum høpi, at landsstýrið setur fólkaræðið til viks í sambandi við fullveldismálið. Hvussu ger tað tað? 4. Somuleiðis tosa tygum ofta um ósannindi, sum landsstýrið førir fram. Hvørji eru hesi ósannindi? 5. Hví skal landsstýrið ikki biðja um upplýsingar í sambandi við fullveldismálið, tá ið danska stjórnin sjálv hevur biðið tað, gera tað? 6. Er tað rætt av donskum ráðharrum at nokta føroyingum at venda sær til ST og at tosa við NATO-umboð? 7. Um ja, hvussu átti at verið farið fram? Landsstýrið royndi tveir mátar - hin fyrsta við at venda sær beinleiðis til ST og hin næsta við at heita á uttanríkismálaráðharran um at virka fyri at fundur fekst við NATO-umboð. Báðir mátarnir vóru eftir tygara meting skeivir og uttan fyri okkara heimildir, tí vit enn eru undir heimastýrislógini. Hvør er tá hin rætti? Við vón um skjótt svar 20. oktober 2000 Langtíðarætlan tryggja bestu viðurskifti á skúlaøkinum Útbyggja vit ikki okkara skúlaverk eftir eini væl umhugsaðari langtíðarætlan, enda vit í tilvildarligum kloddaloysnum Tórfinn Smith býráðslimur og valevni Tað kann ikki vera rætt, at hvør skúlaársbyrjan loypir hvøkk á kommunalu myndugleikarnar í Havn. Tá sýnist sum panikkur kemur í. Er nú pláss fyri allar næmingarnar? Hvør skúli skal hýsa hvørjum? Skulu vit ikki bara byggja eitt sindur upp í onkra barakk? Ella keypa onkur sethús í grannalagnum, sum verða boðin býráðnum til sølu? So er problemið loyst fyri í ár!? Hetta er ein arbeiðsháttur, men neyvan hin rætti. Tað forpliktar, at triðji hvør næmingur í føroyska fólkaskúlanum gongur í skúla í Havn. Síðani skúlaárið 1997/98 til í ár er næmingatalið økt við 385. Hetta setur sjálvandi stór krøv til karmin - skúlabygningarnar, sum er kommununar partur at nøkta. Burtursæð frá knappligari og óvanligari tilflyting er ikki so torført at gera framrokningar í sambandi við tørv á skúlabygningum. Børnini verða hóast alt fødd sjey ár áðrenn tey vanliga fara í skúla. Skulu vit, og tað er í hvussu er mín hugsan, geva okkara skúlaungdómi best møguligar umstøður, stytstu og tryggastu leið í skúla, og best møguliga skúlaumhvørvi, er einasta leið, at analysera verandi tørv og harnæst at planleggja við teimum framrokningum og amboðum annars, sum eru til taks. Og fyri at hetta ikki bert skulu vera orð, skal sjálvandi neyðug upphædd setast á fíggjarætlanina á hvørjum ári. Ein tílíkur arbeiðsháttur er betri og bíligari enn tilvildarligar kloddaloysnir, sum viðhvørt stinga seg upp, og harafturat, so vita børn, foreldur og øll onnur, hvat teimum stendur í boða tey næstu árini. Ein tílík langtíðarætlan er sjálvsagt tengd at nýggjum útstykkingarætlanum, har barnaansingarstovnur, frítíðarskúli, fólkaskúli, trivnaðarmøguleikar og alt annað eru natúrligir partar av. Fær borgarin nokk Hetta er trupult at siga, eg kenni ikki svarið, men øll hava síni serligu ynski í mun til sín persónliga tørv. Og í eini støðu, har politikarar skulu býta eina >>skattakøku<< soleiðis, at allir bólkar í kommununi fáa sín rímiliga part, verður úrslitið, at fleiri øki, kanska øll, liggja í hálvum gekki, borgarin fær eina hálva loysn. Raðfestingin manglar ella er tá skeiv, og øðrvísi raðfesting er kanska mátin, tí veruleiki er at: Daisy Sloan, valvni hjá Fólkaflokkinum tað eru rættiliga nógvar familjur, stakir uppihaldarar, ung, eldri og rørslutarnað, sum ongan bústað hava. pensjonistar og onnur hava onki alternativ, skuldu tey ynskt ein minni og/ella ódýrari bústað tað eru nógv børn, sum onki ansingarpláss hava í dagrøkt ella dagstovni øll børn eiga, men hava ikki sama rætt til forskúla og frítíðarskúla skúlarnir eru ov smáir ongin skúlalækni er í Tórshavnar kommunu ikki allir nýføðingar í kommununi fáa vitjan av heilsusystir bíðilistin í Tórshavnar Musikkskúla er langur vegirnir treingja nógva staðni til ábøtur tað treingir til at fríðkast um nógva staðni í býnum og eg kundi hildið fram. Fólkaflokkurin ætlar at gera nakað við hetta, og við atliti til, at skattatrýstið ikki økist. Ein heilsan Nú avgerðin er tikin um, at navnframi listarmaðurin Ingálvur av Reyni fær mentanarvirðislønina í ár 2000, eru tað mong, ið fegnast. Signar á Brúnni, løgtingsmaður Teirra millum undirritaði, sum heilt frá ungum árum av, var hugtikin av tí, sum Ingálvur skapti á listarliga økinum. Blýantstekningar hansara vóru eftir mínum tykki í serflokki. Tá eg frætti, at Ingálvur av Reyni, skuldu fáa virðislønina í ár, rann mær í huga, at eg á ungum árum hevði verið so framligur at ummælt bókina >>Tekningar og skitsur<< - men sætt at siga fekk eg stóra og góða løn fyri at skriva ummælið - eitt eintak av bókini - ið enn verður goymd sum reyðargull. Søgan var henda: Eg var av blaðnum Sosialinum biðin um at skriva ummæli, teir, ið har starvaðust, høvdu frætt, at eg hevði stóran áhuga fyri list - og ikki minst fyri tí, ið Ingálvur skapti. Ótrúliga ósmæðið av mær, at ditta mær til tílíkt, slíkt áttu aðrir, ið hvdøu størri innlit enn eg at gjørt. Men gjørd gerð fær onga vend, eg segði beint fram tað, ið mær dámdi - og tað var alt. Tá ið listarmaðurin harumframt er lítillátin og positivur og samstundis hevur verið ein slóðbrótari innan føroyska list, so eigur hann alt rós og heiður uppiborið. Ein stoltleiki fyri okkara land. >>Í hesi viku kemur ein nýggj - eftir okkara viðurskiftum - sjáldsom bók í bókabúðirnar. Hon er útgivin av Ingolvi av Reyni, og ber heitið: >>Skitsur og tekningar<< sum eru frá 10 teimum síðstu arbeiðunum. Inngangurin er eftir William Heinesen. Maud Heinesen hevur umsett til enskt og Magnus Dam Jacobsen til føroyslt. - Bókin er prentað í 500 talmerktum eintøkum og verður ikki endurprentað. Tilrættalegging og prent: Estra, Gøtu. Í innganginum verður fyrst sagt nakað um málningalistina her á landi. - Ikki fyrrenn í tríatiárunum kom rættilig gongd á, S. Joensen Mikines at takka, og síðan hevur føroysk málningalist tikið seg fram við risastigum. Síðan verður listarmaðurin - Ingolvur av Reyni, nevndur - hin sermerkti og ein av okkara fremstu listarmonnum. Ingolvur av Reyni er føddur í Tórshavn 1920 eg var næmingur á kunstakademiinum í Keypmannahavn í árunum 1943-46. Hann hevur havt nógvar málningaframsýningar í Havn, á Kunstnernes Efterårsudstilling, Charlottenborg, á teirri føroysku listaframsýningini í Keypmannahavn og Århus 1956 og í Reykjavík 1961. Hann hevur gjørt nógvar kanningarferðir í útlondum einamest í Frankaríki og her er hann sum so nógvir aðrir kunstnarar í okkara tíð - ávirkaður av tí stóru uppgongd sum var í franskari málningalist um aldarmóti, serstakliga Cezanne og Brague, ið báðir verða roknaðir millum teir stóru kunstnarnar. Eisini aðrir listarmenn hava havt týdning fyri Ingolv av Reyni, t. d. kunnu vit nevna Immanuel Ipsen. Ingolvur av Reyni hevur ein serligan stíl, hann gongur sínar egnu leiðir, tær eru fyri honum natúrligar. Hann skapar tað ikki soleiðis og soleiðis tá aðrir gera tað, - nei tað er hansara lyndi ið noyðir hann. Eins og Mikines kann hann verða taldur millum teir religiøsu málarnar. - Tað, ið hann avmyndar, er ofta einfalt og gerandisligt - myndir úr Havnini og øðrum plássum í landinum, figur- og andlits myndir eiga tokka hansara. Inngangurin er, sum áður sagt, skrivaður á føroyskum, donskum og enskum. Henda bók verður óivað keypt av fleiri útlendingum, sum samstundis fáa at vita nakað um málningalist her á landið - og somuleiðis um henda listarmann, á teirra egna máli. Men enn meira fær viðkomandi ið hevur ognað sær bókina, at vita um listarmannin við at blaða hana ígjøgnum. Myndirnar, ikki minni enn 58 í talið, eru óivað sær bestu Ingolvur av Reyni hevur gjørt. Tær eru teknaðar við blýanti, tushi og blákriti. Ein mynd t.d. kallar hann: gamlir menn í Vágsbotni. Hetta er ein einfald og gerandislig mynd. - Her eru gamlir menn samlaðir - menn sum nú eru givnir at arbeiða - givnir við at fara út á flot. - Ístaðin samlast teir her niðri við sjógvin, her er ein serligur hugni fyri teir at standa. Teir tosa um gamlar dagar - sammeta nútíðina við tátíðina o.s.fr. Bert við nøkrum strikum við tushpenninum fær listarmaðurin hesa mynd at virka livandi - meira tú hyggur at henni, enn betur verður hon, og enn meiri sigur hon tær. - Líknandi mynd er longur úti í bókini. Her standa eldri menn undir neystinum saman við yngri monnum, ið ætla út á flot. Tosað verður um veðrið - og her er tað teir gomlu, ið verða spurdir - tá teir ikki kunna sjálvir fiska - so kunnu teir geva teim yngru vegleiðing. - Hesar tushmyndir verða tiknar fram - tí hetta eru tey typisku motivini hjá Ingolvi av Reyni. Tað ein kundi skriva um í rúgvuvís; kann Ingolvur av Reyni siga við eini tekning. Enn betur, vísir hetta okkum, tá vit hyggja at teim nógvu andlitsmyndunum í hesi bók. - Vakrar við blýanti, aðrar við tushi og einkultar við blákriti. Allar góðar - pennurin verður ikki tikin upp av arkinum, men skapar støðugt nakað - og at enda fáa vit eitt andlit - livandi. Vit síggja hitt sorgarbundna andlitið - hitt hugsunnarsama - tað góða - o. s. fr. Blýantstekningarnar eru frálíka góðar. Serliga bítur ein merki í tekningina av trimum eldri monnum. Somuleiðis eru fleiri myndir av ymiskum kendum persónum. Eitt nú av Long og Hans á Lag og enn betur myndin av P. M. Dam løgmanni. Umframt tær nógvu myndirnar av fólki, eru eisini frálikar myndir av býarpørtum í Havn. Gomul hús ið standa millum teir nýggju hygningarnar, skip, menn í arbeiði, úr løgtinginum o.s.fr. Hetta er ein virðismikil bók - ein bók við 58 listarverkum - sum einhvør eigur at ogna sær. Samstundi skemur útgávan av hesi bók, at verða tí føroysku málningalistini ein stórur stuðul.<< S. H. Minningarorð um Katrin Thomassen Týsdagurin 3. oktober var ein tungur dagur á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði. Um miðdagsleitið fór flaggið á hálva stong, tá tað frættist at ein av lærarum skúlans, Katrin Thomassen, var deyð. Vit eru øll skelkaði, at vit so knappliga hava mist ein av starvsfeløgum okkara og lærara hjá næmingunum. Síðst vit sóu hana, var hon livandi og aktiv sum altíð, áhugað í skúlanum, og nú er hon burtur. Hon hevur verið meira enn 30 ár á skúlanum, og gjørt eitt stórt arbeiði, bæði í undirvísingini, og eisini í lærarahøpi og í næmingahøpi. Øll vit, ið nú arbeiða á skúlanum, og sum vóru yngri enn hon, hava upplivað tá vit byrjaðu at arbeiða her, at hon bjóðaði okkum vælkomin, og tók væl ímóti okkum. Nú hon doyði, var hon limur í samstarvsnevndini á skúlanum, og har hevur hon verið fastur limur í fleiri ár. Í lærararáðnum var hon í fleiri umførum formaður, og altíð ein sera aktivur luttakari á fundunum, og tá ávísar uppgávur skuldu loysast, beyð hon seg ofta fram. Undirvísingin hjá Katrin fór fram bæði innanfyri og uttan fyri skúlagátt. Nógvir næmingar hava gjøgnum árini reikað við henni runt um land okkara at hyggja eftir jarðfrøðiligum viðurskiftum, ið høvdu hennara stóra áhuga. Tá næmingar fóru á námsferð útlendis, var hon altíð til reiðar at fara við. Í ár var hon við ikki minni enn tvær ferðir. Síðsta ferðin við næmingum var nú í august til Hetlands at kanna oljuvinnuna har. Hesin túrurin var sera aktuellur og læruríkur fyri næmingarnar. Hóast hon var millum teir lærarar á skúlanum, ið hava verið longst, so var hon ikki bangin fyri at taka nýggjar avbjóðingar upp. Sjálvonnur legði hon lunnar undir nýggju lærugreinina Oljufrøði, har hon eisini var sjálvskrivaður lærari. Hon gjørdist góður vinur við telduna, og sat ofta og hugdi eftir veðurkortum á alnótini. Fyri frítíðarfiskararnar á skúlanum verður tað ein saknur at hava mist hennara umsorgan, sum var at prenta veðurkortini, ið lógu klár fríggjadag seinnapart. Katrin Thomassen var sera ættkøn, og altíð royndi hon at fáa meira at vita, serliga um fólk í gomlu Havnini. Har hevur mangur fingið eitt gott prát við hana, og ofta visti hon meira enn tú sjálvur um tína egnu ætt. Hon var heil, har hon var. Hon hevði sínar avgjørdu meiningar, men var samstundis sera góð at arbeiða saman við. Hennara lívsleið hevur ikki altíð verið løtt. Fyri 12 árum síðani gjørdist hon einkja, og hon hevur hesi árini havt ógvuliga tungt at vinna á sorgini. Hennara fasti stólur í roykistovuni hjá lærarunum er tómur, men vit hava so nógv góð minnir at rógva afturá, sum kunnu troysta okkum í sakninum. Vit lýsa frið yvir minnið um Katrin Thomassen, og hava samkenslu við børnum hennara, ið nú hava mist bæði foreldrini í bestu árum. Mads A. Winther rektari ODDAGREIN: Tjóð, men ikki sjálvstøðug tjóð Føroyar eru ein tjóð, men ikki ein sjálvstøðug tjóð. Vit eru í einum ríkisfelagsskapi, har Danmark eitt nú hevur uttanlandamál og hernaðarmál um hendi. Vit kunnu gerast sjálvstøðug í morgin, um tað skal vera. Harmiligt er bert, at tjóðveldismenn ikki tora at loysa við 4 ára skiftistíð og nú ganga og uppfinna trupulleikar til at øsa Føroya fólk. Trupulleikin er tann, at samgongan letst at hugsa við hjartanum, men tá ið á stendur, so eru tað fíggjarligu fortreytirnar, ið viga tyngri. Tað er hóast alt ikki so stórur munur á politisku flokkunum í Føroyum, men Tjóðveldisflokkurin roynir at fyrigykla sær og ikki minst føroyska veljarnum, at trupulleikin ikki er um búskaparligar fortreytir. Tjóðveldisflokkurin hevur altíð sagt, at einki ber til millum amt og loysing. Teir hava altíð arbeitt út frá tí, at heimastýrislógin var ein skipan, sum ikki bar til. Spyr formannin í Tjóðveldisflokkinum, hvør hevur ognarrættin til undirgrundina. Hann hevur longu, ikki sørt ódámligt og ábyrgdarleyst, sáað iva um hetta alment. Spyr formannin í Tjóðveldisflokkinum, um nakað er, sum eitur ósjálvstøðug tjóð. Tjóðveldisflokkurin vil til eina og hvørja tíð siga, at einki eitur ósjálvstøðug tjóð, hóast vit hava verið ein tjóð, men ikki ein sjálvstøðug tjóð nú í meira enn 50 ár. Heimastýrislógin er ikki longur nøktandi, tað eru fólk flest á einum máli um. Harmiligt er bara, at samgongan brúkar so nógvar kreftir uppá at undirminera tey rættindi, vit føroyingar gjøgnum siðvenju hava vunnið okkum gjøgnum 50 ár. Enn meira harmiligt er, at Fólkaflokkurin - ella rættari sagt løgmaður - letur seg draga við, soleiðis, at áðrenn vit vita av, so hava vit havt eina fólkaatkvøðu um at vit føroyingar eru ein tjóð. Eingin fer at siga nei til eina slíka sjálvfylgiligheit, og so fara tjóðveldismenn at pástanda, at føroyingar hava atkvøtt fyri loysingini, tí einki sambært teirra teoriappariti loyvir einari ósjálvstøðugari tjóð. Hetta fáa teir onkran sokallaðan óheftan serfrøðing at siga, og so eru vit aftur í tjóðveldissjangrinum um, at Føroyar ikki eru meira enn eitt amt, um loysingin ikki gerst veruleiki. Løgið, at 50 ár kunnu ganga uttan at Tjóðveldisflokkurin kemur víðari. Sjálvsagt ber tað til at gera eina skipan innan ríkisfelagsskapin, ið ikki sum samgonguuppskotið byggir uppá kravmentalitet og ósmædni. Hinvegin sleppa vit sjálvsagt at loysa beinanvegin, um vit vilja, men evsta vald verður, sum rímiligt er, ikki fyri annans gjald. Sosialurin Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Kenslan var serlig Jónleif Sólsker royndi seg fyri fyrstu ferð móti fyrrverandi liðfeløgunum av Strondum, og hann ásannaði eftir dystin, kenslurnar eisini spældu við Hondbóltur Jákup Mørk Undan og undir dystinum millum Kyndil og StÍF, mundi ein hin mest umrøddi leikarin vera kyndilsleikarin, Jónleif Sólsker. Leikarin við níggju meistaraheitum undir beltinum, var sum kunnugt venjari hjá strandingum, áðrenn hann í vetur vendi heim til Kyndil, og millum annað var hann við til at vinna fyrsta FM-heitið felagsis síðani krígsárini. Nakað sum sjálvsagt viðførdi, at hann av mongum varð uppfataður sum ein hetja á vestara armi av Skálafjørðinum. Hann ásannaði eisini, at tað var við blandaðum kenslum, at dysturin varð leiktur. Sjálvur haldi eg ikki, eg hugsaði so nógv um hetta, áðrenn eg fór inn á vøllin, men tað er klárt, at eg fór at hugsa um hetta, soleiðis sum dysturin háttaði sær. Tað gingu nærum 50 minuttir, áðrenn eg fekk fyrsta málið, og allar helst var tað serliga hetta, sum gjørdi, at tankarnir um alt hetta fóru í gongd. Tað tóktist eisini greitt, at júat hetta málið (til 22-21) lyfti eina byrðu av herðunum hjá Jónleifi. Í øllum førum man tað vera langt síðani, at áskoðararnir hava sæð slíka gleði lýst úr honum, tá hann við einum at kalla sigursrópi frøddist um málið. Nú gongur framá Um dystin sjálvan helt Jónleif annars, at vendin kom, tá teir skiftu verju frá 3-2-1 til 6-0. At byrja við fingu skjúttarnir hjá teimum alt ov gott pláss, og tí gjørdust trupulleikar okkara somikið stórir. Tá ivt so heldur ikki skora, so gonru bara heilt galið. Tað riggaði beinan vegin betri, tá vit skiftu í verjuni, og hóast vit ikki kunnu brúka stigið, sum vit fingu við javnleikinum, so er nógv annað, sum vit kunnu taka við okkum. Spælið gekk nógv betri nú, enn tað gjørdi seinast, og kunnu vit halda fast um hetta, so kann nógv framvegis henda. Spurdur um hetta nú eisini verður nóg mikið til at nerta VÍF, tykist Jónleif heldur ikki at givið hetta upp. Tað er enn alt ov stutt fráliðið til at gera nakað lið til meistara. Tá vit fyri tveimum árum síðani vunnu gull við StÍF vunnu vit bara tveir av fyrstu fimm dystunum, so eg haldi allar møguleikar vera fullkomuliga opnar. Enn er kappingarárið ungt. Um seinastu orðini so eisini fara at halda, verður so í fyrsta umfari ein ósvaraður spurningur. Í øllum førum tykist tað tó, at enn skulu vestmenningar ikki kenna seg ov tryggar, tí tað eru eisini onnur lið, sum vilja hava eitt orð at siga í gullstríðnum. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo StÍF hongur í Við brotskasti í seinastu sekundunum fekk StÍF annað stigið við sær úr Havnini sunnudagin Stigið ger, at StÍF framhaldandi tykist vera einasta liðið, sum veruliga kann hótta VÍF í bestu mansdeildini. Fyri Kyndil kundi stigið ikki gera frá ella til, tí teir longu hava leikt ein javnleik í grundspælinum. Hinvegin er einki at ivast í, at Kyndil kann nýta positivu taktirnar úr dystinum til at brynja seg sálarliga til koamandi uppgerðirnar.' Endaliga úrslitið gjørdist javnleikur 27-27, og vóru bestu málskjúttarnir ávíkavist Bjarni Wardum og Costin Dumitrescu, sum skutu 7 mál hvør H71 vann aftur í dag, og hava teir nú av álvara blandað seg upp í sub-toppin, har teir saman við fyrst og fremst Kyndli og Neistanum skulu berjast um at nærkast StÍf og Kyndli. H71 vann í Vestmanna 27-24 á KÍF, og gjørdi Halgir Dahl-Olesen 9 av málunum hjá hoyvíkingunum. Hjá KÍF skeyt Petur Martin Johansen 6 mál Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Stjørnan aftur fremst Stjørnan vann trygt á Kyndli sunnudagin, og er nú aftur á odda í bestu kvinnudeildini Hóast tað eina løtu stóð nógv á hjá Stjørnuni, so eydnaðist tað teimum at endurvinna oddasessin í deildini, tá tær smurdu Kyndil av sunnudagin. Endaliga úrslitið gjørdist 22-32, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 11-15 Stóri málslúkurin hjá Sjørnuni var hesaferð Vesna Tomajek, sum skeyt heili 12 av stjørnumálunum, meðan Ann Hansen skeyt 8 mál fyri heimaliðið Ein annar dystur varð eisini leiktur sunnudagin hjá kvinnunum, og var hesin í Vági. Har eydnaðist heimaliðnum at vinna 32-21 á uppflytarunum úr Sóljuni, og við hesum heldur VB fast um positivu byrjanina, sum liðið hevur fingið upp á kappingarárið. Fyri heimaliðið skutu tær báðar, Reegina Radó og Andrea Lütz, 8 mál hvør, meðan litaviski stórskjúttin hjá Sóljuni, Simona Dzikgyte, fekk 12 av gestamálunum Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Tjaldur vísti tenn So leingi orkan var til tess, vístu menninir hjá Tjaldrinum, at teir væl kunnu gera eitt sindur um seg Hondbóltur Neistin-Tjaldur 25-15 (10-7) Tjaldur hevur nú styrkt seg við tveimum útlendskum leikarum, og tí var tað við spenningi, at farið varð í høllina á Hálsi leygardagin. At nýggju leikararnir eisini styrkja liðið, var sjónligt fyrsta hálva tíman, og serliga tykist málverjin at vera ein leikari, sum kann geva liðnum nógv. Fram móti endanum av fyrra, og so at siga allan seinna hálvleik, var tó sjónligt, at orkan ikki var nóg góð hjá gestunum, og Neistin kundi tá draga andan heldur lættari, tá tað hóast alt eydnaðist at vinna ein hampuliga tryggan sigur Besti málskjútti hjá Neistanum var Ragnar Joensen, sum skeyt 6 mál, meðan Jens Martin Knudsen somuleiðis gjørdi 6 mál fyri Tjaldur Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Róligt hjá Neistanum Uttan nakað stórvegis hóvasták fekk Neistin tvey stig frá Tjaldrinum Hondbóltur Neistin-Tjaldur 26-17 (13-9) Kvinnuliðið hjá Neistanum hevur ikki fingið eina heilt so góða byrjan, sum tær kundu ynskt sær, men leygardagin var eingin ivi um, at tær fingu tvey stig. Hóast munurin í málum ikki var stórur, so so var alla tíðina greitt, at neistaliðið hevði yvirvág, og sigurin var ongantíð í vanda. Hjá Tjaldrinum leikti Ergic Milica við fyri fyrstu ferð, men tað var tó ikki tað stóra, sum hon kundi gera í hesum dystinum, ferðamóð eftir tríggjar harðar dagar. Hóast sigurin, so ilskaðust neistakvinnurnar eftir dystin um reyða kortið, sum dómararnir góvu Bjørg Patursson í eini støðu, har dómarin mundi vera einasti persónur í høllini, sum helt hana hava forbrotið seg móti mótstøðuleikara. Hjá Neistanum skeyt Annika Thomsen 10 mál, meðan Beinta Joensen fekk 6 mál hjá Tjaldrinum Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Nervarnir kliktu Uppflytararnir úr Sóljuni høvdu risastóran møguleika at taka stig frá Kyndli, men nervarnir sviku í avgerandi sekundunum Hondbóltur Kyndil-Sóljan 25-24 (14-10) Tað var annars ikki nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um ein spennandi dyst uppi á Hálsi fríggjakvøldið. Eftir at liðini høvdu fylgst eina løtu, dróg Kyndil frá, og seinasti parturin av dystinum sá út til at gerast ein avgreiðsluspurningur, tá Kyndil hevði vunnið seg upp á 24-15 Sóljan megnaði tá at fáa átta mál á rað, áðrenn Kyndil svaraði aftur við einum máli til 25-23. Sóljan fekk vunnið seg upp á 24, og í seinastu sekundunum høvdu tær møguleika at skjóta seg upp á javnt, tá Kyndil í berum nervum blakað bóltin burtur. Hertha Simonsen slapp at halda beina leið móti málinum, men hon gjørdi yvirtraðk, umframt at málverjin bjargaði, og so slapp Kyndil hóast alt við hvøkkinum. Hjá heimaliðinum skeyt Lotte Sørensen 9 mál, meðan Simona Dzikgyte fekk 12 av málunum hjá gestunum Ræðumyndlist Nú skulu myturnar sementerast Magnus Dam, Keypmannahavn - magnus@sosialurin.fo Flóttafólkaprestur fegnast um dóm Danski presturin, Leif Bork Hansen, fekk mánadagin harðari dóm í Landsrættinum fyri at hjálpa flóttafólkunum, sum herfyri komu til Føroyar. Men ólýdni presturin fegnast um dómin Hjá Leif Bork Hansen hevur tað ongan týdning, at hann noyðist at gjalda 7500 krónur í bót úr egnum lumma fyri at hava hjálpt útvístu flóttafólkunum úr Eysturslavonia. Tað, sum hevur týdning hjá honum, er, at flóttafólkini ikki vórðu víst aftur til heimlandið, og at flestu flóttafólkini nú liva eina trygga og góða tilveru í Føroyum. Lyngby-presturin hevði eisini annað at fegnast um. Ákærin kravdi, at tann treytaði dómurin uppá 20 dagar hefti, sum býarrætturin dømdi hann í fjør, varð gjørdur treytaleysur. Men tað vildi Eystari landsrættur ikki, og Leif Bork Hansen kundi fara úr rættarhølinum sum ein frælsur maður. Varðveitir kragan Hetta er ein ótrúliga stórur lætti. Eg kann næstan ikki greiða frá tí. Beint áðrenn dómurin varð sagdur, visti eg als ikki, um eg mátti fara higani uttan mítt prestastarv. Eg eri ovurfegin, segði Leif Bork Hansen í regninum uttanfyri rættarbygningin. Hevði Lyngby-presturin verið dømdur harðari revsing enn ein treytaðan dóm og eina bót, so hevði vandi verið fyri, at hann mátti leggja prestakragan frá sær. Men nú er ikki líkt til, at dómurin fær aðrar avleiðingar enn ávaringina, sum hann longu hevur fingið frá Kirkjumálaráðnum. Margrethe Vestager, kirkjumálaráðharri, segði seg eftir dómin rokna við, at Leif Bork Hansen kann halda fram í starvi sínum. Hon hefti seg serliga við, at talan framvegis bert er um eina bót, og at rætturin ikki vildi døma prestin í teytaleyst hefti. Bótin hækkaði úr 2500 upp í 7500 krónur, men sum so er einki nýtt í dóminum, vísti kirkjumálaráðharrin á. Eg rokni við og gangi útfrá, at hetta ikki fær ávirkan á starvsviðurskiftini, segði Margrethe Vestager, sum kortini gjørdi greitt, at lógirnar skulu haldast og bert broytast á demokratiskan hátt. Fylgdi samvitskuni Teir seks dómararnir í Eystara Landsrætti vóru samdir um, at Leif Bork Hansen, hevur brotið lógina. Flóttafólkini úr Eysturslavonia høvdu ikki loyvi til at vera í Danmark, og Leif Bork Hansen hevði hjálpt teimum at savna inn pening. Hetta hevði hann ikki loyvi til, og tað er brot á útlendingalógina. Men hóast hetta helt rætturin fast um, at revsingin ikki skuldi gerast treytaleys. Hjá rættinum hevði tað hevði onga ávirkan á dómin, at flóttafólkini nú eru komin til Føroya í øllum góðum. Men júst hetta hevði nógv at siga hjá Leif Bork Hansen, sum er sannførdur um, at hann hevur gjørt tað rætta. Tá eg sá seinastu flóttafólkini flúgva til Føroyar 16. oktober var tað ein ótrúligur lætti. Eg haldi meg ikki hava gjørt nakað ólógligt, og eg hevði gjørt tað sama einaferð afturat. Tað er altumráðandi at fylgja sínari egnu samvitsku. Annars ert tú einki, segði tann ólýdni Lyngby-presturin, eftir at tvey ára drúgva málið umsíðir var liðugt. Leif Bork Hansen vónar, at hann nú kann leggja alt málið afturum seg og koma víðari. Hann takkaði samstundis teimum, sum hava hjálpt flóttafólkunum við pengum og á annan hátt. Stýrisval í Stýrisval hevur verið í Yrkisfelagnum. Øll, ið sótu í gamla stýrinum vóru afturvald. Stýrið hevur skipað seg á henda hátt: Formaður Kristinbjørg Høgnesen. Skrivari Kári Jespersen. Kassameistari Poul Erik Smedemark 5. limur Kaj Alstrup. Arkitektar 6. okt. helt Arkitektafelag Føroya aðalfund. Nevndin bleiv afturvald. Í henni sita: Rúni Abrahamsen, formaður, Albert Isfeldt, kassameistari, og Magnus Magnussen, skrivari. Arkitektafelag Føroya varð stovnað í 1981 og hevur 38 limir. Eirikur Lindenskov - Eirikur@sosialurin.fo Fleiri íbúðir til lesandi ungdómin! Í mong áratíggju hevur Havnin verið staðið, har føroyski ungdómurin leitar sær, tá farið verður undir lestur her heima. Heðin Mortensen býráðslimur sambandsvalevni tilTórshavnar býráð www.hemorten.com Náttúrligi leikluturin hjá høvuðstaðnum sum lestrarmiðdepil gerst ikki minni við tíðini, og hóast undirvísingarstovnar verða fluttir út um Havnina, minkar íbúðartørvurin hjá ungdómi ikki her. Tórshavnar kommuna hevur roynt seg við kollegiibygging Undir fjalli, men tann tørvur, ið har verður nøktaður, er bert ein dropi í havinum. Tí skal kommunan leggja ætlanir um fleiri slíkar byggingar, so okkara ungu skulu hava nøktandi umstøður, tá tey fara undir lestur í høvuðsstaðnum. Havandi í huga, at landið ikki tykist hava neyðugan vilja og hug at taka eitt tak á hesum øki, noyðist Tórshavnar kommuna at taka um endan, sum ikki einaferð! At ungfólk við avmarkaðum lestrarstuðli skulu taka til takkar við hálvvánaligum kjallarakømrum fyri leigu, ið ofta kann liggja langt oman fyri veruliga leiguvirði, kann eingin liva við. Tí eigur at verða farið undir bygging av hóskandi íbúðum, ið ung lesandi skulu leiga fyri ein prís, ið samsvarar við tað, tey kunnu vera før fyri at rinda. Og eins og gjørt verður, tá finnast skulu eldraíbúðir, eigur kommunan kanska enntá eisini at keypa hóskandi bygningar til endamálið, tá tað letur seg gera. Sum høvuðsstaður eigur Havnin at bjóða ungdóminum sømilig lestrarkor á øllum økjum, og tá eiga loysnir á íbúðartørvinum at standa frammarlaga! Justinus Leivsson Eidesgaard Listin er ikki orð og tað gátuføra í málninginum er líka gátuført fyri listamannin, sum tað er fyri áskoðaran, segði Bárður Jákupsson, tá Ingálvur av Reyni fekk handað Mentunnarvirðisløn Landsins í Norðurlandahúsinum mánakvøldið Jústinus Leivsson Eidesgaard Alt byrjaði fyri 30 árum síðan, tá Ingálvur av Reyni fór undir at mála abstrakta list. Okkun dáma so væl at skipa alt innan fyri karmar og fyrsti veruligi abstrakti málningurin hjá Ingálvi av Reyni sá dagsins ljós í 1970 og síðan tá hevur listamaðurin flutt seg fram á nýggjum leiðum sum slóðbrótari innan grálítirnar og sum ein av okkara rithøvundum tekur til: "Í gráum eru allir litir" Tó ein listamann ber illa til at seta inn í ein tíðarkarm, tí tað heila byrjaði, tá listamaðurin fyrstu ferð fekk ein blýant í hondina, ja enn tá fyrr, tá barnið hevði okkurt evni undir hondum, sum kundi evnast til eina mynd. runu, sand, dust á gólvinum, ella døgg á rútinum, ja enntá margarini í margarinskálinu ella greytin, sum av óvart kom niður á borðið. Í 1970 var Ingálvur 49 ára gamal, hann hevði drúgva listarliga útbúgving og hevði málað og teknað eina ørgrynni á verkum. Hann var ikki nøgdur og fór at leita víðari. mánakvøldið sat hann sum 79 ára gamal í Norðurlandahúsinum og tók í móti størsta heiðurin Føroyar hava at bjóða einum listarmanni og hann leitar framvegis. Kundi hent, at meðan hann sat og lurtaði eftir talunum, sum vóru hildnar honum til heiðurs, so reikaðu tankarnir aftur til ólidna málningin, sum enn stendur vátur í atelierinum á Lützenstrøð. Ella øll hesi fólkini góvu honum nýggjan íblástur til nýggjar listarligar leiðir, har málið er ikki at koma á mál, men at nærkast teim ævigu virðunum Stórsligið tiltak Tiltakið í Norðurlandahúsinum var stórsligið og tú sat eftir við kensluni, tá tiltakið var endað, at lívið í løtum er deiligt at liva. Bárður Jákupsson listamaður helt røðu fyri Ingálvi og hóast hann legði dent á, at málningalist er ikki orð, so so dugir Bárður væl í orðum at greiða frá tí fjalda í málningum. Tað kemur ikki Ingálvi til hugs at leggja seg afturá og njóta heiðurin fyri framd avrik. Hann kennir seg støðugt vera á leiðini, stutt frá eini byrjan, ongantíð komnan á mál, segði Bárður Jákupsson. Halda vit hond yvir lut Ingálvs, kunnu vit spyrja: Hvussu heðvi okkara føroyska myndlist sæð út, hvødu vit ikki havt ingálv av Reyni? Spurningurin kann ikki svarast beinleiðis. Men eg ivist onga løtu í, at myndin í síni heild hevði verið munandi ørvísi. Tí Ingálvur hevur øll hesi árini veri fyrimyndin, segði Bárður Jákupsson. Við Gamaliens føtur Landsstýrsmaðurin í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen handaði Ingálvi heiðurslønina, sum er upp á 150.000 krónur. Hann greiddi frá, at tá nevndin hevði gjørt av, at Ingálvur skuldi hava Mentunnarheiðirsløn Landsins, so vildi hann ikki, at Ingálvur skuldi hava boðini at vita gjøgnum telefon. Hann vildi geva honum boðini sjálvur og Tórbjørn greiddi frá hvussu tað kendist, tá hann sat inni hjá Ingálvi í heimi hansara á Lützenstrøð. Tað kennist sum at sita við Gamaliels føtur. Hin stóri listamálarin av Ingutrø_ er í totalari balansu, eisini tá ið landsstýrismaðurin sigur honum, at hann er ikki ørindaleysur hetta heystarkvøldið Fyri føroysku tjóðina og fólkið hevur hann valt at fylgja professionellu tilráðingini um at lata Ingálvi mentanarvirðisløn landsins fyri hetta árið, segði Tórbjørn Jacobsen Valdi at bera tygum boðini á hendan hátt, fyri at tygum ikki skuldi gerast skelkaður av boðunum komu tey óvart á, ígjøgnum fjølmiðlarnar." Tað gongur ein lítil løta. Maðurin, sum er komin til kempualdur, heldur um høvdið. Og so letur í honum: "Eg eri skelkaður, og helst eri eg ikki verdur nakra viðurkenning." Fantastiskt at tosa við ein so lítillátnan mann, sum hevur lagt allan sín mátt í sín egna áhuga, í áhaldandi menning forfylgdi hann dreymunum, kosta hvat tað kosta vildi. Eftir at hava prátað eina góða løtu um leyst og fast, letur knappliga úr honum: "Kanska skuldi eg heldur havt valt sangin sum yrkisleið í sínari tíð, men nú gerst so einki við tað, tað er so lítið eftiri av røddini, segði Tórbjørn Jacobsen. Magnus Dam og John Johannessen - magnus@sosialurin.fo, john@sosialurin.fo Fullveldið lagt til viks Landsstýrið hevur eftir samráðingarnar hóskvøldið gjørt av at sleppa fullveldisætlanini. Í staðin verður talan um eina stig- fyri-stig-ætlan Vit hava staðfest, at skipanin, sum vit hava arbeitt eftir, har suvereniteturin her og nú er ovasta málið, er ikki nakað, sum politiskt og innan tíðarkarmarnar førir á mál. Tí hava vit lagt ætlanina á hillina, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður við Útvarpið á middegi í gjár. Løgmaður boðaði frá hesum beint eftir, at hann hevði verið á fundi í uttanlandsnevndini og greitt frá um samráðingarnar hóskvøldið. Uttanlandsnevndin varð somuleiðis kunnað um nýggju kósina, sum landsstýrið nú fer at stinga út í kortið. Anfinn Kallsberg segði, at samgongan nú fer at royna aðrar møguleikar. Hann segði, at landsstýrið í staðin fyri at miða ímóti fullveldi her og nú fer at troyta møguleikarnar, sum liggja í heimastýrislógini. Samgongan fer at miða ímóti at avvikla blokkstuðulin og annars arbeiða fram ímóti suverena statinum. Spurdur, hvussu langt áramál landsstýrið arbeiðir eftir í nýggju ætlanini, segði Annfinn Kallsberg, at tað kann hann ikki svara upp á nú. Hóast landsstýrið fer at arbeiða við einari aðrari loysn, so er líkt til, at føroyingar kortini skulu til fólkaatkvøðu næsta ár. Anfinn Kallsberg segði við Útvarpið, at tað so verður hendan nýggja skipanin, sum føroyingar skulu taka støðu til á einari fólkaatkvøðu. Løgmaður vísti ikki aftur, at talan kann gerast um at taka eitt nú Javnaðarflokkin við í arbeiðið at gera eina nýggja skipan millum Føroyar og Danmark. Skuldi hendan skipanin givið andstøðuni hug at koma við í arbeiðið, so er hon vælkomin, segði løgmaður. Høgni Hoydal sigur seg ikki hava hoyrt, tað, sum Anfinn Kallsberg segði í útvarpinum. Tí vil hann ikki gera aðrar viðmerkingar enn, at landsstýrið enn arbeiðir víðari eftir teimum løgtingssamtyktum, ið fyriliggja í fullveldismálinum. Vit hava nøkur uppskot, ið skulu viðgerast í landsstýrinum, áðrenn eg vil greiða nærri frá, hvat tey snúgva seg um, sigur Høgni Hoydal. John Johannessen - john@sosialurin.fo Leggja fram uppskot um nýval Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava í felag gjørt eitt uppskot til eina løgtingssamtykt um nýval. Uppskotið verður borið løgtingsskrivstovuni í dag Síðani fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina slitnaðu hóskvøldið, hava teir báðir stóru andstøðuflokkarnir arbeitt við einum felags uppskoti um nýval. Hetta uppskot er nú liðugt og verður borið Løgtingsskrivstovuni í dag. Sambært tingskipanini, skulu uppskot liggja á Løgtingskrivstovuni í 48 tímar, áðrenn tey verða løgd fyri tingið. Tí kemur uppskotið í fyrsta lagi fyri tingið fríggjadagin, um tingfundur verður. Reinsa luftina Teir báðir andstøðuleiðararnir, Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard, eru samdir um, at neyðugt er við einum slíkum uppskoti, tá samgogan ikki sjálv vil taka avleiðingarnar av, at aðalmál hennara - fullveldismálið - er miseydnað. Føroyingar kunnu ikki liva við, at viðurskiftini við Danmark fullkomiliga eru farin í baklás orskað av atburðinum hjá landsstýrinum í fullveldissamráðingunum. Tí mugu vit til at betra um viðurskiftini aftur, og tað kann eitt nývalt løgting best gera, sigur Edmund Joensen. Jóannes Eidesgaard er samdur við Edmund Joensen. Eitt løgtingsval er tað, sum reinsar luftina best, sigur Jóannes Eidesgaard. Báðir andstøðuleiðararnir eru eisini samdir í, at tað er vanlig mannagongd í einum og hvørjum nýtímans fólkaræðisligum samfelag, at eitt miseydnað aðalmál hjá eini stjórn, verður gjørt til ein kabinetspurning. Samgongan hevur havt fullveldi sum aðalmál, og nú hevur hon eftir hálvttriðja ár rent seg fasta. Hetta fær avleiðingar í øllum øðrum demokratiskum londum, vísir Edmund Joensen á. Ivast í undirtøkuni Andstøðuleiðararnir hava valt at leggja uppskotið um nýval fyri løgtingið, hóast teir ikki eru vísir í, at uppskotið fær undirtøku. Uppskotið er eitt uppskot til samtyktar. Eftir tingskipanini merkir hetta, at uppskotið skal hava tvær viðgerðir á tingi og verður endaliga samtykt ella felt við aðru viðgerð. Andstøðan kundi eisini valt at lagt fram uppskot um misálit á løgmann, men hetta hevði merkt, at atkvøðast skuldi beinan vegin. Tí kann hugsast, at andstøðan hevur valt møguleikan við uppskotinum um nýval, fyri at fáa í lag eitt orðaskifti á tingi, ið møguliga kann fáa partar av Fólkaflokkinum og kanska eisini Sjálvstýrisflokkinum at taka undir við uppskotinum. Hetta hava andstøðuleiðararnir ikki stórvegis viðmerkingar til. Eg kann bert siga, at uppskotið sjálvsagt fellur, um samgongan er samd um sín politikk í fullveldismálinum, sigur Jóannes Eidesgaard. Men eftir tí, Sosialurin hevur frætt frá samgongufundinum í gjár, har samráðingarnar vórðu viðgjørdar, er samgongan ikki samd. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava tilsamans 13 atkvøður á tingi. Fyri at fáa meiriluta fyri uppskotinum er neyðugt at fáa 17 atkvøður fyri tí. Lítli andstøðuflokkurin, Miðflokkurin, hevur eina atkvøðu, men eftir útsagnunum hjá Miðflokkinum higartil, fer hann ikki at taka undir við einum uppskoti um nýval. Tískil mugu tær fýra írestandi atkvøðurnar á ein ella annan hátt fást frá einum av samgonguflokkunum, um uppskotið skal fáa meiriluta. John Johannessen - john@sosialurin.fo Umhugsa at skerja blokkstuðulin Fleiri danskir flokkar meta tað vera skeivt, at føroyingar eru farnir at spara upp blokkstuðulin. Tí halda teir, at harðar treytir eiga at verða settar, næstu ferð samráðast skal um hesa veiting Danskir flokkar undrast yvir, at donsku skattakrónurnar, sum árliga verða sendar til Føroya verða nýttar at spara upp við, samstundis sum landsstýrið vísir frá sær einum tilboði frá donsku stjórnini um at fáa fullveldi við einari búskaparligar skiftistíð á fýra ár. Tí halda fleiri flokkar, at stjórnin eigur at seta harðar treytir, tá danska stjórnin og landsstýrið skulu samráðast um blokkstuðulin í endanum av næsta ári. Hetta skrivaði danska blaðið, Jyllands-Posten, í gjár. Blaðið hevur tosað við umboð fyri fleiri flokkar, og eru hesir samdir um, at støðan ikki rættuliga hongur saman. Ein av teimum, ið er mest harðrendur í sínum útsagnum er Jes Lunde frá SF. Hann heldur, at hetta sjálvsagt skal fáa avleiðingar, næstu ferð samráðst verður um blokkstuðulin. Tá føroyingar hava møguleika at leggja so nógv til síðis og samstundis hava eina miðalinntøku, ið er hægri enn tann danska, má hetta fáa týdning, sigur hann. Jan Petersen frá danska Javnaðarflokkinum vísir á, at tað ikki er nøkur náttúrulóg, at blokkstuðulin skal vera eina milliard krónur um árið. Hann vísir á, at sjálvt um føroyski búskapurin er viðbrekin, benda úrslitini seinastu árini á, at føroyingar sjálvir hava møguleika at syrgja fyri einum størri parti av síni vælferð. Elisabeth Arnold frá teimum Radikalu, heldur kortini ikki, at Føroyingar eiga at verða revsaðir eftir vánaliga úrslitið í fullveldissamráðingunum. Men hon heldur tað vera løgi, at føroyingar ikki kunnu taka ímóti eini skiftistíð á fýra ár. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Avvarðandi fáa ov lítla hjálp Tað er tungt og krevjandi arbeiði at hava við sorg at gera, sigur Jógvan Fríðriksson, sum er prestur í tí økinum, sum seinastu árini hevur verið harðast rakt av vanlukkum á sjónum Seinastu árini eru tey á vestara armi á Skálafjørðinum rakt sera meint av vanlukkum á sjónum. Í apríl mánaði fyri tveimum árum síðani fórust fimm mans við Sjóborg, og tað hendi bara nøkur fá ár eftir, at tveir mans fóru við sama skipi. Aðrar vanlukkur á sjónum hava eisini kravt mannalív á Strondum og á Skála. Jógvan Fríðriksson hevur verið prestur í Sjóvar prestagjaldi seinastu átta árini, og hann hevur sum prestur verið partur av øllum hesum vanlukkunum. Tað hevur verið hart, tí vit hava møtt deyðanum upp á allar hugsandi mátar. Vit hava mist fólk í bestu árum av vanlukkum og sjúkum, og vanlukkurnar á sjónum hava rakt okkum hart, sigur Jógvan Fríðríksson. Í dag er dagur teirra sjólætnu, og kring alt landið minnast fólk tey, sum mistu lívið á sjónum. Hetta er ein góður siður, tí sjálvandi skulu vit minnast tey, sum doyggja á og við sjógvin. Vit eru ein tjóð sum livir av havinum, og havið er eisini allastaðni rundan um okkum. Hetta skal verða ein sorgblíður dagur við bæði sorg og vón, sigur Jógvan Fríðriksson. Eg kundi hugsa mær, at størri virðing varð sýnd hesum serliga degi. Eg frøist um, at ølklubbar hava stongt 1. november, og bingospæl og líknandi tiltøk eru ikki ein slíkan dag, men eg haldi, at skúlarnir skuldu verið stongdir hendan dagin, og at alt arbeiði skuldi ligið stilt, heldur presturin á Gjaranesi. Ótespiligur deyði Síðani Jógvan Fríðriksson fór av prestagarðinum í Ónagerði á Viðareiði og búsettist Innan Glyvur í 1992 hava boð ofta verið eftir honum í sambandi við vanlukkur. Uppgávan hjá presti er ofta at bera deyðsboðini, og síðani at verða um tey avvarðandi og hjálpa teimum í døgunum aftaná, tá spurningarnir eru nógvir og svarini fá. Sum prestur kennir tú teg hjálparleysan, tá tú skalt verða um tey avvarðandi. Orð kunnu verða meiningsleys, og tí meti eg nærveruna sum tann týdningarmesta partin av mínari hjálp, sigur hann. Deyðin kann vera sera ótespiligur, men hann er í grundini líka natúrligur sum lívið er. Eg prædikki tó ongantíð deyðan sum nakað positivt, og eg kundi ikki funnið upp á at sagt fyri fólki, sum hava mist ein kæran, at tað er ein ætlan við øllum, og at alt er gott. So hevði eg válkað mær í neyðini og sorgini, og so hevði eg ivaleyst fingið nevan, sigur Jógvan Fríðriksson. 43 ára gamli presturin, sum tók teologiprógv í Århus í 1985, sigur seg altíð vera vælkomin, tá hann kemur á gátt hjá teimum sum sita eftir. Eg verji ikki Gud, tá deyðin hevur kravt eitt lív. Eg haldi, at fólk skulu spyrja Gud teir kritisku spurningarnar og spyrja hann, hvør meiningin er við tí heila, sigur Jógvan Fríðriksson. Men eg trúgvi á Gud teirra hjálparsleysu, og ein Gud, sum livir og doyr saman við okkum. Eingin patentloysn Tá avvarðandi sita eftir við stórari sorg og sakni, er tað avmarkað, hvat prestur hann gera fyri at hjálpa teimum víðari. Sum prestur komi eg ikki við nakrari bíligari patentloysn til tey avvarðandi, tí slíkar loysnir finnast ikki. Fólk verða sjálvi noydd at taka rættiliga fatt í sorgina og arbeiða seg burtur úr henni. Tað er sum at byggja eini hús; áðrenn tú kanst fara undir at byggja, mást tú grava út og planera. Tað er umráðandi, at fólk ikki dyrka sorgina, tí so koma tey ongantíð víðari, sigur Jógvan Fríðriksson. Tað er eisini týdningarmikið, at tey avvarðandi skilja, at talan er um deyða og um skilnað. Tey skulu hugsa realistiskt um deyðan, tí tað ger arbeiðið við sorgini lættari. Prestar skulu ikki verða daddur hjá fólki sum missa, tí tey eru ikki ómyndug fyri tað um tey hava mist. Tey skulu stuðlast fyri at koma í gongd aftur. Jógvan Fríðriksson sigur, at hann kennir seg stundum hjálparleysan, tá hann er um tey avvarðandi í sambandi við deyða, sorg og jarðarferð. Eg skal royna at hjálpa fólki ávegis, men tað eru fólkini sjálv sum mugu koma á føtur aftur. Prestur skal ikki syrgja fyri fólk, men hann syrgja saman við teimum. Fyri nøkrum árum síðani helt eg, at føroyingurin var broyttur og vorðin í so ópersónligur, men tað áskoðanina havi eg broytt seinastu árini. Neyðin, sum vit hava verið í, hevur víst, at tað liggur nógv gott í fólkinum, sigur Jógvan Fríðriksson. Persónligt krevjandi Nógvu vanlukkurnar í økinum hjá Jógvani Fríðriksson hava kravt nógv av honum sum presti og menniskja. Eg eri merktur av øllum hesum hendingunum, tí tað er tungt og krevjandi arbeiði at hava við sorg at gera, sigur hann. Jógvan Fríðriksson er uppvaksin á Strondum, og kona hansara er av Skála, tí búgva tey nú í økinum, har tey eru uppvaksin og hava familju, vinir og kenningar. Eg kenni øll fólk yvir sjey ár í mínum prestagjaldi, og tí eri eg í grundini eisini ein avvarðandi, tá fólk doyggja. Men eg kann ikki loyva mær at taka synd í mær sjálvum, sigur Jógvan Fríðriksson. Manglar serkøn hjálp Presturin á Gjaranesi saknar ein stovn ella eitt samstarv, sum kann hjálpa fólki at koma aftur á føtur, eftir at ein av teirra nærmastu er deyður. Eg eri keddur av, at eg havi ikki stundir til at fylgja vanlukkum upp, tí tá jarðarferðin er farin aftur um, havi eg ikki orku til at vitja tey sum sita eftir og rættiliga stuðla teimum víðari, sigur Jógvan Fríðriksson. Tí kundi eg hugsa mær, at tað fanst eitt ella annað tvørfakligt samstarv, har kirkjan var ein partur, sum kundi hjálpt fólki í tíðini eftir at tey hava mist. Sorgin er ofta meira kompleks enn tað, sum eg kann hava yvirlit yvir. Í slíkum føri hevði tað verið gott við eini hjálpandi hond frá einum liði av serkønum fólki. Tað kann pína meg, at eg ikki fáa fylgt málum upp, men tað er hvørki tí, at eg ikki vil ella ikki tími, men tí eg havi ikki stundir til tað, sigur Jógvan Fríðriksson. Hann heldur, at slíkt samstarv millum annað kundi hjálpt einkjum, sum hann heldur fáa alt ov lítla fíggjarliga hjálp, tá tær missa mannin. Einkjur fáa bara til tað allar mest neyðuga, og missurin av manninum kann hava nógvar trupulleikar við sær, tí mugu korini hjá einkjum - serliga teimum sum hava børn - bøtast munandi, heldur Jógvan Fríðriksson. Jan Muller - jan@sosialurin.fo Landsstýrið meirilutan ímóti sær Samgonga og val Jan Müller Eg haldi vit skulu ganga inn fyri fólkarættinum, og tað snýr seg væl um, at tað er Føroya fólk, sum skal bestemma. Tað er eingin annar enn tann føroyski veljarin, sum skal avgera, hvat skal henda í viðurskiftunum við Danmark. Tað haldi eg eisini skal takast bókstaviligt. Tað eru føroyingar, sum skulu ráða, og tað merkir væl, at ein stórur partur av føroysku flokkunum mugu til at stýra landinum, tað verið seg Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin. Eg veit ikki, um Tjóðveldisflokkurin hevur nakað at gera har longur. Tað modellið, sum koyrt verður eftir í løtuni, har landsstýrið heldur seg hava meiriluta aftanfyri seg, heldur ikki. Hetta sigur Birgir Danielsen, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin og ein av okkara mest framstandandi vinnulívsmonnum. Birgir Danielsen heldur, at tað er ein stór helvt løgtinginum, sum ikki er samd við linjuni hjá leiðsluni í landsstýrinum. -Og um hon nú ætlar sær at trumfa okkurt ígjøgnum, so kunnu vit bert ímynda okkum, hvat hendir eftir eitt komandi val. Hvat nú um Javnaðarmenn og Sambandsmenn vinna valið spyr hann og yppir øksl. Við sínum stóra áhuga fyri politikki og samfelagsviðurskiftum stendur hesin fyrrv. fólkaflokspolitikarin heilt spyrjandi yvirfyri leiklutinum hjá sínum egna løgmanni og floksformanni í øllum fullveldismálinum. -Eg havi eisini ein varhuga av, at løgmaður veit ikki, hvat vit skulu atkvøða um til eina fólkaatkvøðu, og sjálvur ivist eg stórliga í, um hann hevur nakran møguleika at fáa ta breiðu undirtøkuna, sum hann hevur tosað so nógv um, fær hann ikki stóru andstøðuflokk ella -flokkar við. Skal hann gera sær vónir um eina breiða undirtøku, so má hann fáa ein ella fleiri av hinum stóru flokkunum við eisini. Mugu hava stóran meiriluta Men fólkið hevur jú valt løgtingið, og samgongan hevur parlamentariskan meiriluta aftanfyri seg! Eg loyvi mær at ivast í, um samgongan í roynd og veru hevur meiriluta aftan fyri seg. Vit vita, at helvtin av Fólkaflokkinum tekur ikki undir við linjuni hjá landsstýrinum. Skulu vit í Føroyum fremja nakrar broytingar í viðurskiftunum við Danmark og sum ein stórur meiriluti skal taka undir við, og har hugsi eg eini 70-80%, so má tað gerast við í hvussu er einum stórum flokki aftrat. Hetta kann ikki endurtakast ov oftani. Birgir Danielsen, sum eitt skifti sjálvur sat á løgtingi, og sum framvegis metir seg virkan lim í Fólkaflokkinum, er komin til ta sannføring, eftir at henda samgongan hevur sitið í skjótt trý ár, at tað dugir ikki at fremja broytingarnar í ríkisrættarligu viðurskiftunum saman við Tjóðveldisflokkinum. -Skal nakað henda á hesum øki síggi eg bert ein útveg, og tað er at broyta samgonguna. Hann vísir á, at Fólkaflokkurin klárar seg sera illa í veljarakanningunum, meðan Anfinn Kallsberg klárar seg væl. -Eg skilji ikki, hví Fólkaflokkurin ikki útnyttar hesa støðuna og gevur Tjóðveldisflokkinum durafjórðingin og síðani skipar eina nýggja samgongu saman við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum. Sambandið broytt til tað betra Nú tað neyvan er hugsandi, at allur Fólkaflokkurin so fegin fer í samgongu saman við Sambandsflokkinum, so heldur Birgir Danielsen tað kortini vera rættiliga áhugavert at eygleiða, hvussu Sambandsflokkurin er broyttur. Væl kann tað vera, at Sambandsflokkurin hevur ein leiðslutrupulleika í dag, men flokkurin hevur kortini gjøgnum tíðina verið tann flokkur, sum hevur broytt seg mest. Eingin flokkur hevur broytt seg so nógv til tað betra sum Sambandsflokkurin, hóast alt. Teir flagga við føroyskum flaggi, teir tosa føroyskt mál og vildu ongantíð droymt um at tosa nakað annað. Og lesur man, hvat teir hava sagt um alt hetta fyri 100 árum síðani, so er nógv broytt. Eg vildi tí verið minst bangin fyri at fara í holt við Sambandsflokkin, tá hugsað verður um at skipa nýtt landsstýri. Men hvat hevur Tjóðveldisflokkurin broytt seg tey 50 ár hann hevur verið til spyr Birgir Danielsen og svarar avgjørdur: -Ómetaliga lítið ella einki. Polarisering Birgir Danielsen ber ótta fyri, at vit fáa eina polarisering í føroyskum politikki, um ikki Fólkaflokkurin tekur bæði Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin til sín. -Og er tað nakað, sum vit ikki hava brúk fyri í føroyskum politikki í løtuni, so er tað eini øktari polarisering. Hvat skulu vit brúka hana til? Hon fer bara at gera tað politiska arbeiðið enn torførari leggur hann aftrat. Vit spurdu Birgir Danielsen, hvat hansara boð er uppá sjálvstýristilgongdina, nú fleiri meta, at modellið hjá Anfinn og Høgna hevur spælt fallit? Mítt boð og helt boðið hjá mongum øðrum við upp á tað er at seta ein menningarprosess í gongd, hvar vit yvirtaka ávís politisk øki, sum vit eisini gjalda fyri. So mugu vit síggja, hvat vit kunnu gera uppá 15 ár og um vit til ta tíð eru før fyri at taka tað stig, sum leiðslan í Tinganesi vil taka í dag. Hetta er torført at siga, tí tað er tengt at, hvussu vit fara at klára okkum. Birgir Danielsen er annars av teirri sannføring, at vit skulu ikki samráðast við danir um loysing ella fólkaræði. Tað er nakað, sum vit taka og avgera sjálvi, tá tíðin er búgvin til tess. -Hetta er ikki nakað, sum vit skulu spyrja danir um, men kunnu vit samráða okkum fram til nakað skilagott, har vit hjálpa hvørjum øðrum, so er tað í lagi. Sjálvur ivast hann eisini stórliga í, um vit eru før fyri at skipa eina loysing innan fyri 4 ár, sum er tað danska stjórnin vil bjóða. Men hví er tú so sintur inn á Tjóðveldisflokkin? Tað er tí, at hann hevur ongantíð rikið realistiskan politikk. Eg haldi ikki, at hann hevur fingið nógv av skafti síðani stovnanina í 1946. Flokkurin hevur í alt ov stórum mun verið ein sokallaður proklamatiónsflokkur, sum hevur mótmælt Nato ol. Birgir Danielsen heldur annars, at støðan í løtuni er so ørkymlandi. Vit vita als ikki, hvat vit vilja. Eina fólkaatkvøðu um hvat? Hann heldur annars ikki, at Nyrup hevur megnað uppgávu sína væl. Hann hevur verið alt ov klossuttur. -Annars ivist eg ikki í, um danir vilja ikki hava at Føroyar loysa. Tað vil Nyrup neyvan heldur. Og tað er skeivt at halda, at Nyrup fer at bjarga okkum nakra loysing ella sjálvstýri. Tað verður ein alt ov pínlig støða hjá Nyrup. Hvat við Grønlandi, um føroyingar sleppa at taka loysing spyr Birgir Danielsen. Jan Muller - jan@sosialurin.fo Skrædl í Fólkaflokkinum Samgonga og val Jan Müller Tíðin er komin hartil, at Fólkaflokkurin rannsakar seg sjálvan og tekur upp til nýggja viðgerð samarbeiðið við Tjóðveldisflokkin sigur Birgir Danielsen, fyrrv. løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Hann heldur tað hevði verið best fyri Fólkaflokkin, um broytingar vórðu gjørdar í samgonguni soleiðis at Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin myndaðu ein greiðan meiriluta og fingu gjørt ein sáttmála við Danmark við td. broytingum í Heimastýrislógini á sjálvstýrisleið, men heldur hann tó, at tað tað er ivasamt, um Anfinn Kallsberg torir at ganga við til tað. -Men verður hann ikki við uppá tað nokk so skjótt, so fer tíðin at ganga undan, og tá verður tað ikki henda samgongan, sum fer at samráðast um komandi broytingar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Birgir Danielsen heldur, at tíðin eisini er eisini við at ganga undan hjá Tjóðveldisflokkinum, sum bert hevur tann eina møguleikan og hann er nú. Nú tað nærkast landsfundinum hjá Fólkaflokkinum metir Birgir Danielsen, at samgonguspurningurin fer at verða frammaliga á skránni og har ikki minst leikluturin hjá løgmanni. Sjálvur vísir hann á, at Anfinn Kallsberg, løgmaður er ein sera lagaligur maður og hevði hann verið í góðum selskapi, so hevði hann eisini kunnað gjørt okkurt gott. -Men eg beri hann ótta fyri, at løgmaður er í ringum selskapi, sum megnar at drega hann eftir nøsini. Og tí er støðan sum hon er. Hetta metir Birgir Danielsen fer at geva Fólkaflokkinum stórar trupulleikar til næsta væl. Flokkurin kann - heldur hann fram við verandi linju - lættliga missa einar tríggjar tingmenn. Tað er ein veruleiki, at flokkurin hevur valt sær skeivan samstarvspartnara. Hann skuldi havt valt sær Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin til samstarvspartnara og lagt upp til eitt áramál uppá 10 til 20 ár í sambandi við ríkisrættarligu viðurskiftini og kanska nátt nøkrum ítøkiligum úrslitum rættiliga skjótt. Harvið fingu vit sett eina menningarprosess í gongd, sum endar við, at vit fingu tað sjálvstýri, sum vit skulu hava sigur ein avgjørdur Birgir Danielsen, sum ikki roknar við, at samgongan heldur tíðina út. Dagfinn Olsen - dagfinn@sosialurin.fo Fólkaogn savnað á fløgu Fløgan, ið sigst vera eitt nummar betri enn aðrar, kemur út í dag. Eyðun og Terji hava savnað nøkur av løgum sínum á eini savnsfløgu og mong av løgunum eru fólkaogn Teir eru eitt nummar fyri seg, Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen. Teir hava sungið seg inn í hjørtuni á føroyingum við sangum sum t.d. Nummar. Mangt eitt nummar úr teirra drúgva savni er vorðið fólkaogn. Samstarv teirra byrjar afturi í áttatiárunum, og ikki so lítið er komið burturúr. Í fjør kom fyrsta fløgan, har teir beinleiðis góvu út undir egnum navni. Annars er alt tilfarið breitt út á ymsum útgávum. Og óivað eru teir ikki eingang sjálvir greiðir yvir, hvat nummar henda fløgan er í røðini. Men í dag verður bøtt um stóru spjaðingina og Eyðun og Terji leggja eina savnsfløgu fram, ið nevnist Eitt Nummar...og seytjan onnur. Í tíðindaskrivi verður sagt, at fløgan, ið verður løgd fram nú, er eitt nummar betri enn aðrar. Løgini eru vorðin fólkaogn seinastu 15 árini og hava minnir og løtur knýtt at sær. Við hesi fløgu verður stórur partur av tónleikasøgu okkara seinasta fjórðingin av farnu øld at finna á einari fløgu. Havnarmaðurin og klaksvíkingurin, ið hava skapt so nógv tónleikaliga, hava sett saman eina savnfløgu, ið ber heitið Eitt nummar....og seytjan onnur. Átjan dýrgripir á somu fløgu og við hesi fløgu gerast Eyðun og Terji eisini fólkaogn fyrsta fjórðingin av hesi øldini, siga útgevararnir í tíðindaskrivi. Fløgan er áhugaverd og ein varði á leiðini hjá tveimum føroyskum tónleikarum, ið eiga eitt nummar frammaliga í føroyskum orða- og tónasmíði. Áhugaverdur er húsin eisini, tí mangt stendur at lesa og teir báðir úrmælingarnir gera sær sínar hugsanir og minnast afturá við hvønn einstakan sang. Einki at ivast í, at hetta er ein rættiliga skottrygg gáva, nú tað stundar til jóla. Útgevarin hevur eisini eitt nummar. Tað er nevniliga 3'arin í SMS, ið gevur út og fløgan kostar 159 krónur. Hon kemur á marknaðin í dag. Dagfinn Olsen - dagfinn@sosialurin.fo Niður til samráðingar Í hesum døgum er tað gerandiskostur at hoyra um fólk, ið skulu niður til samráðingar. Ein teirra, ið eisini telist í fylginum av samráðingarfólkum, er Tróndur Patursson, men ørindi hansara eru av meira listarligum slag og týsdagin tekur hann leiðina til Danmarkar Í leygardagsblaðnum skrivaðu vit um Trónd Patursson, sum spentur bíðaði eftir boðum viðvíkjandi lagnuni hjá uppskotum um listarverk úti í heimi. Eittnú er talan um kirkju í New Castle og so eisini floghavnin í Kastrup. Tróndur er millum teirra, ið møguliga skal prýða nýggju farstøðina í Kastrup og hann hevur latið uppskot inn. Boð skuldu so koma um vikuskiftið, hvør lagnan varð hjá uppskotum hansara. Tróndur hevur enn ikki fingið endalig boð frá listarráðnum, ið tekur avgerð um prýðingina. Men týsdagin tekur hann leiðina til Danmarkar, tí boð eru send eftir honum um at koma til samráðingar viðvíkjandi møguligum prýðingarætlanum. Tróndur hevði ætlanir um sítt kenda kosmiska rúm og eina kompositión við glasfuglum. Listaráðið hevur verið heldur ivasamt viðvíkjandi rúminum, tí mett verður, at tað er ikki stimbrandi fyri fólk við hæddarræðslu, og so er tað ikki hóskandi í eini floghavn. Men møguliga skal ætlanin býtast í tvey, so talan verður kanska um fuglarnar, sigur Tróndur, ið ikki væntar, at nakað verður av kosmiska rúminum, men fugarnir úr glasi eru so ikki afturvístir enn. Samráðast skal um teir í komandi viku. Til Týsklands Tróndur Patursson liggur ikki á løtu síðuni. Umframt at skula samráðast í Kastrup, so skal hann víðari til Týsklands, har hann skal seta eina framsýning upp. Hetta er glaslist og málningar og sýnt verður fram á Nordisk Institut í Flensburg. Tróndur hevur í ár havt 7 framsýningar og árið hevur verið merkt av nógvari ferðing. Hann hevur m.a. verið í Caribia, Íslandi, Noreg, Týskalndi og í París, so Tróndur hevur verið ov lítið heima, um hann sjálvur skal meta um. Men hann hevur sett árið av til framsýningar, so hann væntar at verða meira heima næsta ár. Tróndur hevur eisini gjørt glas til eina kirkju í Odense í ár. Tróndur er fegin um, at hann er fast knýttur at einum glasverkstað í Keypmannahavn, ið hevur samband við nógvar byggifrøðingar og sum so roynir at finna hóskandi listarfólk til ávisar byggiætlanir. Um framsýningarnar sigur Tróndur, at tað hevur ikki gingið so væl við málningunum, men hann leggur skemtandi afturat: Ingálvur av Reyni segði, at um ein ikki selur, so er ein kanska á góðari leið, og tað má eg eisini siga, sigur Tróndur, sum tó kann fegnast um, at betur hevur gingist við glaslistini. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Ein serlig løta í Vági Minningarhaldið við minnisvarðan í Vági í dag verður nakað serligt `I Vági verður eisini minningarhald í dag við minnisvarðan yvir teir sjólætnu. Men tað verður eitt serligt minningarhald, tí tá verður ein nýggj pláta avdúkað við nøvnunum á teimum vágbingum, sum hava latið lív á sjónum, síðani 1979. Tær pláturinar, sum eru settur upp við minnisvarðan, ganga fram til 1979, men síðani eru 11 vágbingar afturat deyðir á sjónum og teir fáa nú eisini nøvn síni á plátu við við minnisvarðan. Tað er Sjómanskvinnuringurin í Vági, sum skipar fyri minningarhaldinum, ið byrjar kl. 15. Ólavur Rasmussen, prestur í Hvalba, talar. Aftaná minningarhaldið eru øll vælkomin at fáa ein drekkamunn í Meingheitshúsinum. Teir 11 vágbingarnir, sum eru deyðir ásjónum síðani 1979, og sum standa á plátuni, sum verður avdúkað á minningarhaldinum, eru: Thorfinn Hovgard, 36 ára gamal, doyði umborð á Kyrjasteini í 1979 Pauli Báralíð, 50 ár, druknaði á Vágsfirði í 1983 Jørgen M. Olsen, 71 ár, druknaði á Vágsfirði í 1984 Harry Strøm, 61 ár, doyði umborð á vaktarskipinum, Tjaldrinum, í 1987 Tórur Vilhelm, 45 ár, hvarv um ársskiftið 1987-1988 Niels Midjord, 38 ár doyði umborð á norska bátinum Senior í 1991 Mortan Múller, 72 ár, doyði umborð á norska bátinum, Atlantic, í 1992 Willy Wøldike, 45 ár, druknaður á Hovsvøtnum í 1992 Páll Magnussen, 63 ár, druknaður í 1993 Napoleon Vestergaard, 70 ár, doyði umborð á South Island í 1996 Oddur Agustinussen, 60 ár, doyði umborð á Sancy í 1999 Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Minnast teir, ið ikki bóru boð í bý Sum gamalt er, verður minningarhald ymsastaðni kring landið yvir teir, sum eru deyðir á sjónum hetta seinasta árið Í dag er allahalgannadagur, minningardagur teirra sjólætnu í Føroyum. Og sum vanligt er, verða minningarhald kring alt landið. Sum vanligt verður minningarhald á Sjómansheiminum. Tað byrjar klokkan 10. Tá fer Hans Ejler Hammer, prestur, at hava andakt og Anfinn Kallsberg, løgmaður, fer at siga nøkur orð. Aftaná verður farið niðan í viðalundina. Har fer Løgmaður at leggja krans við minnisvarðan yvir teir sjólætnu og presturin fer at lýsa signing yvir minnið um teir sjólætnu. Bæði á Sjómansheiminum og við Minnisvarðan verður sangir sungnir. Tiltakið á Sjómansheimimum er alment, men mest eru tað umboð fyri stovnar og fyritøkur, sum hava við sjógvin at gera, sum taka lut. Sjómansheimið bjóðar ymsum fyritøkum og stovnum við. Men tey, sum vilja minnast teir sjólætnu við einum kransi, verða heldur biðin um at stuðla Grunninum fyri Óarbeiðsførar Fiskimenn við eini gávu. Tað verður eisini minningargudstænasta í Havnar Kirkju kl. 20, har Sverri Steinholm, prestur, talar. Í Klaksvík verður minningarhald við Minnisvarðan yvir teir sjólætnu kl.15. Har fer Jógvan Lútzen, formaður í mentanarnevndini í Klaksvíkar Býráð, at bjóðar vælkomin. Betesda-kórið fer at syngja, og felagssangur verður, sungnir verða "Nærri mín Guð til tín" og "Lít allar tínar leiðir". Hans Meinhard Bjartalíð, prestur á Glyvrum, fer at halda røðu. Síðani fara Jógvan við Keldu, býráðsformaður, at leggja krans fyri Klasvíkar Býráð og Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í mentamálum, fer at leggja krans vegna Føroya Landsstýrið. Somuleiðis fer Kristoffur Olsen at leggja krans vegna Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag , Hanna Isaksen fer at leggja krans vegna Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Eyðálvur Vang fer at leggja krans vegna Klaksvíkar Útróðrarfelag. Annars verður eisini minningargudstænasta í Christianskirkjuni klokkan 20, har Niels Pauli Danielsen, prestur, talar. Somuleiðis verður minningarhald við minnisvarðan í Syðradali á Kalsoynni klokkan 15, har Hans Ejler Hammer, prestur, talar. Við Gjógv verður minningarhald kl. 14 og kl. 15.15 verður minningarhald á Eiði, har Emil Olsen, prestur talar. Minningarhald verður eisini í Tvøroyar Kirkju klokkan 14. Úr Kirkjuni verður farið út á Minnisvarðan yvir teir sjólætnu. Í Sjóvar Kirkju verður minningarhald kl. 14, har Jógvan Fríðriksson, prestur, talar. Í Miðvági verður minningarhald við minnisvarðan kl. 15, har David Johannesen, prestur, talar. Viðrar ikki, verður minningarhaldið í Kirkjuni ístaðin. Og eisini í Haldarsvíkar Kirkju verður minningarhald, tað verður kl. 5 og aftaná verður farið út til minnisvarðan. Og tað verður eisini minningarhald við minnisvarðan í Hvalba kl. 15, har Levi Niclasen, bygdaráðsformaður, talar. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Seks mans sjólætnir Í dag er minningardagur teirra sjólætnu. Hetta seinasta árið eru seks føroyingar deyðir á sjónum Í dag er 1. november, allahalganna dagur og tað er minningardagur teirra sjólætnu. Sum gamalt er, verða minningarhald kring alt landið í dag, bæði í kirkjum og við minnisvarðar yvir tey sjólætnu. Fáar tjóðir hava so nógv samband við sjógvin sum føroyingar og hvørt ár er tað tíverri eisini so, at havið ikki bara gevur- tað krevur eisini sítt. Hetta seinasta árið, síðani 1. november í fjør, eru seks føroyingar deyðir á sjónum. Tey eru: Frans Jacobsen úr Norðragøtu, 74 ára gamal, fórst við Dabba á Gøtuvík. 5. november í fjør. Kim Holm av Tvøroyri, 32 ára gamal, búsitandi í Grønlandi, gekk burtur við báti í Grønlandi 13. Apríl. Benjamin Clementsen á Sandi, 45 ára gamal, doyði við norska bátinum Persfjord 8. mai. Heri Mellemgaard úr Klaksvík, 34 ára gamal, búsitandi í Sønderborg, sló út av Norðborg 19. mai Arnbjørn R.Thomsen úr Havn, 59 ára gamal, doyði í eini kavaravanlukku á Kaldbaksfirði 8. juli Óli Justinussen úr Árnafirði, 35 ára gamal, druknaði 11. September, hann var við Fugloyinginum Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Byggja upp í Landsfjósið Tey, sum dagliga koyra framvið maskinstøðini hjá Landsverkfrøðinginum norðanvert Kollafjørð, hava lagt merki til, at bygt verður uppí Bygt verður upp í maskinstøðina hjá Landsverkfrøðinginum í Kollafirði. Tað sum í dagligari talu verður nevnt Landsfjósið. Ein tilbygningur upp á einar 500 fermetrar verður bygdur upp í verandi smiðjubygning norðureftir. Hans Biskopstø á skrivstovuni hjá Landsverkfrøðinginum í Havn sigur, at talan er ikki um víðkan av smiðjuni sum so. Talan er um eina garagu, sum bygd verður til maskinur, sum ikki tola at standa úti um veturin. Tað kunnu vera fresarar og tílíkar maskinur við nógvum elektronikki, sum helst skulu undir tak, sigur hann. Grundin til, at bygt verður í Kollafirði nú, er tann, at maskinurnar eru vorðnar heimleysar. Fyrr stóðu hesar maskinurnar í garaguni, sum stendur oman fyri Leynar nærindis tunilsmunnanum. Men hendan garagan er nú latin teimum, sum arbeiða upp á undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund, sigur Hans Biskopstø. So maskinurnar, sum annars hava havt vetrarstøðu har, verða nú fluttar til Kollafjarðar. Fíggjarstýringin er grund arlagið fyri einari sterkari kommunu Størsti dentur eigur at verða lagdur á fíggjarstýringina, ein neyv fíggjarstýring er grundarlagið undir øllum kommunala virkseminum. Tað hevur eydnast okkum at gjalda niður uppá skuldina, soleiðis at vit nú eru komin niður á eina álíkning, uml. 300 mió. Schumann Hjaltalin býráðslimur Valevni fyri Sambandsflokkin Skal tað eydnast okkum at verða ein sterk og góð kommuna, so er tað av allar størsta tídningi, at hava sum aðalmál, er at gerast skuldarfrí. Tá vit eru skuldarfrí, eru vit ein fræls kommuna. Nú Kollafjarðar og Tórshavnar kommuna leggja saman, verður kommunan enn størri og vónadi verður hettar til gagns fyri báðar kommunurnar, men at kommunan gert størri, krevur sjálvsagt at vit hava eina neyva fíggjarstýring. Tíðin til tey stóru lyftini er ikki komin enn, men tey lyftir ið vit geva, skulu vit eisini halda. Komandi fýra árini verða eisini strævin hjá Tórshavnar kommunu. Men við einum skynsamum fíggjarpolitikki, sum byggir á varsemi og góðum samstarvi við hinar flokkarnar í býráðnum, kunnu vit finna eitt haldgott støði. Ró nú, Eidesgaard! Í gjárkvøldi gjørdist greitt, at føroyska samfelagið síðan 1948, hevur bygt á eina lygn! Vit hava billað okkum inn, at heimastýrislógin merkti, at Danmark viðurkendi okkum sum tjóð. Valla hevði nakar føroyingur droymt um, at spurnartekin fór at vera sett við, um vit nú eisini eru ein tjóð. Jørgin M. Á. við Úlvsá Hvat er klokkan, Jóannes? Fyri uml. tveimum vikum síðani skrivaði Høgni Hoydal opið bræv til Jóannes Eidesgaard, har hann heitti á hann um at geva Føroya fólki eina umbering fyri, at hann hevði kallað bræv landsstýrisins til ST fyri "ársins vittigheit". Høgni vísti eisini á, at vit hava eyðkenni sum ein tjóð, kunnu roknast sum ein tjóð, og tí eisini hava rættindi sum ein tjóð - og sostatt kunnu venda okkum til altjóða myndugleikar sum t.d. ST. Í einum aftursvari, sum fyri tað mesta bar bráð av einum grovum persónligum álopi, svaraði Jóannes Eidesgaard soleiðis spurninginum, um hann fór at spyrja danskar myndugleikar, um Føroyar eru ein tjóð: "Og síðan til tín spurning, um eg vil spyrja donsku stjórnina, um vit føroyingar eru ein tjóð, so er svar mítt, at tað fari eg sjálvandi ikki at gera. Eg kundi tað sama spurt teir, hvat klokkan var. Hví skulu aðrir og helst útlendingar siga okkum tað, sum vit frammanundan vita? Er hetta eitt tjóðveldiskompleks, ella er hetta enn eitt dømi um politiska ómegd?" Í gjárkvøldi - bert eina viku eftir hann hevði skrivað hesi orðini - stóð tann sami Jóannes Eidesgaard í sjónvarpinum og bar í bøtuflaka fyri danska forsætisráðharranum, sum undir samráðingunum blankt hevði noktað, at Føroyar eru ein tjóð...! Avdúkaður Tað er sjáldan, at ein politikari verður so dyggiliga avdúkaður, sum Jóannes Eidesgaard nú er vorðin. Hann hevur gjørt alt tað, ið staðið hevur í hansara makt, fyri at forða fullveldisætlanini, og harvið eisini føroyingum at ráða í Føroyum! Hann hevur barst sum úlvur á skóg ímóti føroyskum tjóðarfrælsi og samstundis roynt at billa fólki inn, at hann hevði eitt alternativt uppskot! Og hann hevur verið væl stuðlaður í hesum virkseminum, av donsku socialdemokratunum, við Poul Nyrup Rasmussen á odda! Hetta samstarvið avdúkaði Poul Nyrup Rasmussen sjálvur, tá ið hann bjóðaði Jóannesi Eidesgaard vælkomnan á kongress hjá socialdemokrati-num í september 1999. Hann segði m.a. soleiðis um samstarvið millum seg og Jóannes Eidesgaard: "I skal vide her på kongressen alle sammen, at vi er i tæt kontakt med hinanden. At vi gør hvad vi kan, hver fra vores position, for at hjælpe hinanden med at finde de fremtidsløsninger på det færøske samfunds forbindelseslinjer til det danske som er så fuldstændig afgørende for os alle sammen." Er tað nakar sum kann ivast í, at hesir báðir menn eru í tøttum samstarvi? Javnaðaruppskotið og Nyrup Landsstýrið hevur mangar ferðir upplivað undir samráðingunum, at Poul Nyrup Rasmussen ikki er ein maður, ið heldur tað hann hevur lovað. Men líkt er til, at einki er óført hjá honum, tá ið tað snýr seg um samstarvið við Jóannes Eidesgaard. Við einum sleiskum smíli sat Nyrup í gjár og segði fyri Føroya fólki, hvussu uppskotið hjá donsku stjórnini til framtíðar støðu Føroya sá út. Hann kundi eins væl hava lisið burturúr uppskotinum hjá javnaðarflokkinum um sjálvstýrislógina, so meinlíkt var tað, hann segði, við javnaðaruppskotið. Heldur tú, at vit føroyingar eru so býttir, at vit ikki síggja samanhangin, Jóannes Eidesgaard??? Ver erligur, Jóannes! Landsstýrið fer nú at útskriva fólkaatkvøðu, har vit føroyingar skulu staðfesta okkum sum eina tjóð. Ein rættur, sum er ein sjálvfylgja fyri flestar føroyingar (eg helt fyri allar føroyingar, men tað haldi eg ikki longur, eftir at hava sæð orðaskiftið í sjónvarpinum í gjárkvøldi). Lítil ivi er um, hvat meirilutin heldur, men sera áhugavert verður at hoyra, hvat Jóannes Eidesgaard hevur at siga. Eg vil heita teg um at "spæla erligt spæl", sum tú sjálvur plagar at taka til, Jóannes Eidesgaard. Sig Føroya fólki, hvørjum parti tú ert í, og lat okkum vita, um tú eisini er ímóti, at vit føroyingar staðfesta okkum sum eina tjóð! Skulu vit trúgva teimum? Ikki er altíð so lætt at skilja, hvat politikarar innast inni hugsa, ella í veruleikanum vilja siga, tá teir greiða frá ymiskum politiskum, og við hvørt kann tað tykjast, sum um politikarar kunnu billa fólki alt inn, uttan at tað fær fylgjur, tá tað vísir seg, at tað ikki passar. Lisbeth L. Petersen løgtingslimur Tað kemur ofta fyri, at fólk, sum tú kennir ella møtir, hava hesar viðmerkingar, og í hesum tíðum má eg, sum í løtuni eri landspolitikari í andstøðu, geva teimum rætt. Nýggja tøknin Tøknin í dag ger, at vit her heima hava kunnuð fylgt við tí, sum gongur fyri seg, tá samráðingarfundir hava verið millum donsku og føroysku politikararnar, og vit hava havt møguleikan á sjónvarpsskíggjanum at sæð tíðindafundirnir aftaná. Onki er at ivast í, at tað hevur verið ein fyrimunur, tí ikki hava boðini frá føroysku umboðunum til okkara altíð verið tey somu, sum tey, vit bæði hava sæð á skermi og við egnum oyrum hoyrt samstundis. Eitt dømi er tað, danir sambært løgmanni og varaløgmanni skulu hava sagt, um at ríkisstuðulin til Føroya verður burturi undir øllum umstøðum um nøkur ár. Hetta er blivið júkað umaftur og umaftur av samgongumonnum síðan, sjálvt um vit onnur hava ført fram, at tað var ikki tað, vit sóu og hoyrdu í sjónvarpinum á tíðindafundinum aftaná seinasta fundin í Keypmannahavn. Tíðindafundirnir Løgmaður segði á tíðindafundinum, at stuðulin undir øllum umstøðum bleiv burturi, men danski statsministarin rættaði hann og segði, at hetta ikki var so !! Hóast tað, so heldur samgongan fram við at júka sín boðskap, soleiðis sum óivað varaløgmaður hevur lært tey at júka. Samgongan er jú hansara ekkó! Høvdu vit ikki havt tøknina í dag, so kundu samráðingarnevndin bilt okkum nógv inn, sum vit onki kendu til, tí vit ikki høvdu havt møguleikan at fylgt við so gott sum á staðnum. Gitingar Seinastu tíðina hava nógvar gitingar verið um, hvat samgongan vil, og hvønn taktikk hon fer at fylgja. Sum ikki einaferð fer Fólkaflokkurin (helst ikki av óvart) út við ymiskum signalum. Tað er ikki ókent í tí flokkinum, men nú er komið fram, at samgongan stendur saman, og nú verður løgmaður einasti framsøgumaður bæði áðrenn og aftaná næsta fundin. So vita vit tað! Eitt er vist. Sleppa vit ikki at síggja og hoyra tíðindafundin aftaná næsta samráðingarfund, har báðir partar sita við borðið samstundis, so eru vit nógv sum gita okkara, tí trúvirðið í hesi samgongu er so sum so. Vit kunnu taka dømi frá tí, vit higartil hava hoyrt frá okkara umboðum, t.d.: Danir vilja ikki samráðast! Ríkisstuðulin verður burturi undir øllum umstøðum ! Teir kalla okkum nassarar! o.s.fr. Vilja teir ikki samráðast? Er tað ikki ein samráðingarfundur, sum verður í næstum? Hava danir ikki sagt, at roknast skal ikki við framtíðar ríkisstuðuli, um okkara livistøði verður hægri enn teirra? Nær hava teir kallað okkum nassarar? Soleiðis kundu vit nevnt fleiri dømi, og sett spurningar. Ásannast kann, at tað, sum fram er farið, bøtir ikki um trúvirði teirra ráðandi herheima, og heldur ikki um trúvirði Føroya úteftir. Vit kunnu!! dømi: "Densuddhi" til Malaysia Seinastu tveir dagarnar hevur oljuráðstevna verið í Norðurlandahúsinum, við útlendskum og føroyskum framløgum. Uni Danielsen Valevni Fólkafloksins Endamálið við ráðstevnuni var m.a. at minna oljufeløgunum á hvørjar treytirnar eru fyri at arbeiða í Føroyum, og at fáa at vita frá oljufeløgunum hvørjar ætlanir tey hava, so føroysk vinna kann brynja seg til hesa vinnu. Eisini var ætlanin at fáa at vita, hvussu oljufeløgini fara at taka føroyska vinnulívið við í sínum arbeiði. Oljulóggávan setir tey krøv, at flutningur til oljuvinnuna av góðsi og fólki skal fara um føroyskan kajkant ella føroyska floghavn. Ofta verður ført fram at hetta kemur at dýrka framleiðsluna hjá oljufeløgunum, og soleiðis er tað uttan iva í mongun førum. Men tað skal ikki gerast til ein generellur holdningur ar tað blívur dýrari av tí grund. Allarbesta dømi um at tað ikki er so, er "Densuddhi", umhvørvisskip til Malaysia, "Sisak 2", 3 og 4, politibátar til Grønlands, "Højestene" ferja til Svendborg. Øll hesi skip, har Skipasmiðjan í harðari kapping við aðrar skipasmiðjur megnaði at levera til kappingarførar prísir, hóast tað at fjarstøðan er sum hon er. Hetta kann einans lata seg gera við góðum arbeiðsfólki, góðari leiðslu og eina trúgv uppá at vit kunnu. Sjálvt um hetta er valgrein til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu, kann eg ikki lata vera við at nevna onnur dømir m.a. El-Service á Skála sum hevur arbeiðir í Danmark, Vietnam, Bangla Desh. Nýliga hoyrdu vit um Hydro Tech sum er í ferð við at byggja tveir alibátar til Skotlands. Onnur dømir eru aliútgerð úr Fuglafirði til Chile og proviantering av skipum í Hirtshals úr Føroyum. Og sjálvsagt ikki at gloyma allur tann fiskireiðskapur sum verður útfluttur. Tað er als IKKI nøkur sjálvfylgja, at fjarstøðan er ein prís- og kappingarforðan. Tað sum kommunan kann gera fyri at vit framhaldandi kunnu vera kappingarfør er, at skapa góðar vinnukarmar fyri vinnlívið at arbeiða undir. Føroyskt jólaoratorium eina ferð enn Nú er ætlanin at fáa framført kórverkið "Føroyskt jólaoratorium" av Jóhan Mortensen eina ferð aftrat. Verkið varð skrivað og framført til jóla í fjør. Tríggjar vóru framførslurnar - tvær í Eysturoynni og ein í Havn. Frumframførslan var í Fríðrikskirkjuni í desember mánaði í fjør. Sangararnir vóru teir flestu úr Eysturoynni, men kortini komu nakrir úr Havn. Nakrir tónleikarar úr symfoniorkestrinum vóru so beinasamir at hjálpa til í samband við framførslurnar. Í ár verður túsundárahaldið í samband við kristniboðanina hildið, og tí er tað kanska ikki meiri enn rímiligt at roynt verður at framføra eitt slíkt kórverk eisini í árinum 2000. Nú verður so kannað, um tað man liggja fyri hjá meginpartinum av sangarunum, ið sungu við í fjør, eisini at syngja við í ár. Skuldu aðrir kórsangarar havt hug at verið við, eru teir hjartaliga vælkomnir. Heildarloysnir Nú stundar av álvara til býráðsval, og mong eru tey gyltu lyftir, sum verða givin í hesum sambandi um dagarnar. Maria á Dul valevni Fólkafloksins í Tórshavnar Kommunu. Vónandi eru flestu fólk so mikið at sær komin, at tey gjøgnumskoða hesi lyfti. Fólkaflokkurin hevur ikki hug at syngja við í hasum kórinum. Tað vit vilja, er at byggja víðari uppá tað, sum vit vóru við til at skapa seinast Fólkaflokkurin hevði veruliga ávirkan á býráðspolitikkin í Havn. Tað var nevniliga tá grundarlagið varð lagt undir planlegging av býlingum, við øllum sum hoyrir til tílík nærumhvørvi, millum annað býlingshúsini. Tað var eisini tá røktarheim og vardar íbúðir vóru bygdar, ringvegagerðin og havnaútbyggingin vóru planløgd og byrja. Síðani komu fyri øll Føroya Fólk nøkur ring ár. Hesi eru nú nakað síðani farin afturum, men ikki hevur stórvegis verið at sæð til tað frá sitandi býráðssamgongu. Tó so, tað sæst at fólkaflokshugsjónin livir, tí enn er tað tann planleggingin frá 80`unum, sum liggur til grund fyri nøkrum av tí sum fer fram. At valdar eru skravaðar loysnir til m.a. býlingarnar er at harmast um, men tað hevur Fólkaflokkurin hug til at gera nakað við, fær hann høvi til tess eftir valið. Hugsanin er at bussleiðin, útbygt og trygt vegakervi, býlingshús harundir barnaansing, bústaðir til eldri, skal verða so tætt at býlingunum at skapa verður eitt rættiligt nærumhvørvi. Fólkaflokkurin veit at ein býlingur er meira enn bert nøkur hús á rekkju. Hann veit at talan er um livandi umhvørvi við fólki í øllum aldri og við ymiskum tørvi, og tað ætlar hann at gera nakað við. Til Bjarna Dalsgarð, sum í grein í Dimmalætting føldi tørv fyri at vísa á, at eg var flutt til Havnar, vil eg leggja avtrat: Hóast eg í løtuni búgvi í Havn, verið eg so leingi sum eg livi Argjafólk, og eg eri á veg útaftur. Eg dugi væl at síggja hvat tørvur er á úti á Argjum eins væl og innan alt valdømið sum heild. Gott val. Rættast at gera eina langtíðarfíggjarætlan fyri Klaksvíkar Kommunu Sum flestum kunnugt hevur skuldin hjá Klaksvíkar Kommunu verið ein ógvuliga tyngjandi partur av fíggjarætlanini og hóast tað er lætna nakað, er skuldin enn tyngjandi. Við ársendað er bruttoskuldin komin niður á uml. 125 mill. kr. Fyri bert 8 árum síðani var Kommunuskuldin uml. 225 mill. kr. Steinbjørn O. Jacobsen varaborgarstjóri Nú leggur Klaksvíkar Býráð síðstu hond á fíggjarætlan fyri ár 2001. Rentu og avdráttargjøld Kommununnar eru uml. 23 mill. kr. og tað verður tungt nøkur ár afturat, tí enn gongur ein tíð til skuldin er komin niður um eina álíkning, sum í dag er uml. 86 mill.kr. Rakstrarútreiðslurnar hjá Kommununi eru rættuliga høgar, so av teimum 86 mill. kr. er bert møguleiki til uml. 19 mill. kr. til íløgur, og tá hugsa verður um íløgutørvin, so er tað tungt at røkka á mál. Íløgurnar til tey ymisku málsøkini røkka ikki til. Av somu orsøk er trupult at fáa arbeiðini sum gerast skulu liðug til lítar, tí tað er so nógv, sum liggur á lánið, og tá so fíggjarætlan verður løgd fyri bert eitt ár, verður ein støðug togan millum málsøkini um at fáa nóg mikið avsett til tær ymisku ætlaninar Kommunan hevur fyri neyðini og tær eru ikki so lítlar. Úrslitið verður, at ov lítið er til flestu ætlanir og so má arbeiði steðgast (fyribils) og tað stendur í hálvum gekki, tí eingin játtan er eftir, og royndirnar siga okkum, at tað sum fyrst er steðga, er tungt at fáa gongd á aftur, tað eru mong dømið um tað, harafturat førir hetta við sær meirkostnað hvørja fer arbeiði skal takast uppaftur. Býráði eigur tí at leggja á annan bógv. Klaksvíkar Býráð má tí hugsa longur enn eitt ár og hetta er eisini tað sum Føroya Landsstýrið hevur álagt kommunum í samband við íløgurnar. Tað eigur at verða gjørd ein íløgu og rakstarætlan yvir umleið fimm ár, og gjørd ein neyv raðfesting yvir hesi árini, so vistu øll sum búgva í Klaksvíkar Kommunu at arbeiðini vóru raðfest yvir eitt áramál og kundu sæð fram til eina ásetta byrjan, sum heldur og nær arbeiðini standa liðugtgjørd. Hugsa vit um tey arbeiðini Klaksvíkar Kommunu hevur ábyrgd av, sum standa í hálvum gekki, so kennist hetta syrgiligt, tí hvør borgari í kommununi er nøgdur, at bíða í óvissu.? Í Klaksvík, Ánunum, Grøv, Oyrum og `Arnafirðið eiga øll at trívast og hava tað gott. Ein hópur skrivar um støðuna á barnaansingarøkinum í Kommununi. Støðan eigur at verða greið hesum víðvíkjandi. Vit eiga at gera eina raðfesting av hesum tørvi og kanna gjølla hvat kostnaðurin verður av ansingarstovnum ið lúka ásettum krøvum, uttan at tað skal verða ein glasilig ætlan sum er ómøgulig at útvega pening til. Peningur má síðan setast á fíggjarætlaninar sum gjørdar verða, so tey foreldur, sum enn ikki hava fingið børnini á stovn ella í dagrøk vita, at innanfyri eitt ávíst tíðarskeið er tørvurin nøktaður. Vit hava júst sett ein samskipara av barnaansingarøkinum, sum skal fylgja upp tørvin í samband við bíðilista o.a. sum síðani leggur tilmælið fyri sosialu nevnd at takað støðu til. Hetta kemur at gera málið nógv greiðari og lættari at loysa. Bert í mínum fýra ára valskeiði, eru útvegaði uml. 140 fleiri ansingarpláss, tá er komandi ansingarstovnur við Kjalarvegin sum letur upp í decembur tikin við. Tá ein Kommuna sum Klaksvík er í so stórari menning og arbeiði er til allar hendur, er tað ábyrgd Býráðsins, at skapa teir karmar, ið eru neyðugir fyri trivnað, so enn fleiri kenna trongd at leita sær hesa leiðina og velja at búsetast her, eisini tey, sum noyðast burtur í lestrarørindum. Tjóðveldisflokkurin hevur álit, ikki bert á Klaksvíkini sjálvari, men eisini á tí fólkið, sum búleikast í Klaksvíkar Kommunu, tað er jú fólkið ið byggir bý og bygdir. Polittikarin er fyri fólkið, men hava tey álit á okkum.? Hvussu gongur at halda tað vit lova teimum.? Vel tann í Býráði, sum tú hevur álit á. Latið okkum øll hava ta mál, at legggja okkara í, at her er okkum gott at búgva, og her trívast ung og gomul, uttan mun til førleika ella aldur. Fleiri íbúðir til lesandi ungdómin! Í mong áratíggju hevur Havnin verið staðið, har føroyski ungdómurin leitar sær, tá farið verður undir lestur her heima. Heðin Mortensen býráðslimur sambandsvalevni tilTórshavnar býráð www.hemorten.com Náttúrligi leikluturin hjá høvuðstaðnum sum lestrarmiðdepil gerst ikki minni við tíðini, og hóast undirvísingarstovnar verða fluttir út um Havnina, minkar íbúðartørvurin hjá ungdómi ikki her. Tórshavnar kommuna hevur roynt seg við kollegiibygging Undir fjalli, men tann tørvur, ið har verður nøktaður, er bert ein dropi í havinum. Tí skal kommunan leggja ætlanir um fleiri slíkar byggingar, so okkara ungu skulu hava nøktandi umstøður, tá tey fara undir lestur í høvuðsstaðnum. Havandi í huga, at landið ikki tykist hava neyðugan vilja og hug at taka eitt tak á hesum øki, noyðist Tórshavnar kommuna at taka um endan, sum ikki einaferð! At ungfólk við avmarkaðum lestrarstuðli skulu taka til takkar við hálvvánaligum kjallarakømrum fyri leigu, ið ofta kann liggja langt oman fyri veruliga leiguvirði, kann eingin liva við. Tí eigur at verða farið undir bygging av hóskandi íbúðum, ið ung lesandi skulu leiga fyri ein prís, ið samsvarar við tað, tey kunnu vera før fyri at rinda. Og eins og gjørt verður, tá finnast skulu eldraíbúðir, eigur kommunan kanska enntá eisini at keypa hóskandi bygningar til endamálið, tá tað letur seg gera. Sum høvuðsstaður eigur Havnin at bjóða ungdóminum sømilig lestrarkor á øllum økjum, og tá eiga loysnir á íbúðartørvinum at standa frammarlaga! Økir til vinnuvirkir Ein fyritreyt fyri øktum virksemi er, at tað eru økir, har fyritøkur, størri og smærri, kunnu fáa at hava virksemi sítt á. Hetta er galdandi bæði fyri Kollafjørð og restina av kommununi. Terje Davidsen valevni á sambands-listanum til Tórshavnar býráð Í Kollafirði eru heilt fáir møguleikar fyri nýggjum innan fyri Langasand, meðan størri møguleikar eru á ídnaðarøkinum á Oyrareingjum. Frystihotellið, sum nú verður bygt, kann hugsast kanska at virka sum rávørudepil til smærri góðskingarvirkir. Har eru møguleikar at hugsa um. Ein uppgáva í hesum sambandi er at fáa gjørt vegin til Signabø nýtiligan. Hetta vegastrekkið er landsvegur, og tí er tað ein landsuppgáva at fáa vegin gjørdan; her má ikki helmast í fyrr enn vegurin veruliga verður gjørdur. Tað er ikki nóg mikið við nøkrum peilipelum, men einum veruligum vegi. Og tað eiga landsins myndugleikar at taka sær av. Kommununar partur kann tó vera at streingja enn meira á fyri at fáa vegin gjørdan, til gagns bæði fyri íbúgvarnar á Signabø og fyri nýtsluna av ídnaðarøkinum á Oyrareingjum. Eldrasambýli í Á fíggjarætlanini fyri 2000 setti Nes kommuna pening av til at byrja at fyrireika bygging av eldrasambýli. Súni í Hjøllum bygdaráðslimur Í heyst varð farið undir útgravingararbeiðið. Økið er norðan fyri Føroya Banka á Toftum. Nevnast skal, at samstundis verður eitt stórt alment parkeringspláss gjørt við sama økið. Skúlin og onnur fara at fáa stórt gagn av hesum. Núverandi bygdaráð ætlar at seta av 1,5 mió. krónur til eldrasambýlið á fíggjarætlnini fyri 2001. Sostatt verður møguleiki at gera økið heilt byggibúgvið og samstundis projektera sjálvt eldrasambýlið komandi ár. Nývalda bygdaráðið má so taka støðu til, nær sjálv byggingin skal byrja. Undirritaði vónar, at viljin fer at verða góður, tí longu bíðilistarnir til ellis- og røktarheimspláss boða frá, at tørvurin er sera stórur. Hóast tey, sum arbeiða innan heimarøktina, gera eitt gott og samvitskufult arbeiði , so má ásannast, at mong eldri fólk sita í rættiliga stórum einsemi og partvís í hjálparloysi, tí neyðuga játtanin til skipanina er alt ov lág í mun til tørvin. Tað er tí sera umráðandi at fáa bæði kommunal- og landspolitikkarar at viðurkenna, at bøtast má munandi um umstøðurnar hjá teimum eldru. Landsfelagið hjá pensiónistunum hevur gjørt eitt megnar arbeiði til tess at vísa á og lýsa umstøðurnar hjá teimum eldru. Vit eiga eisini at fegnast um tey framstig, sum eru gjørd seinasta árið. M. a. kunnu kommunalpolitikkarar í Fuglafirði, á Eiði, í Vági og í Sundalagnum vísa á úrslit, sum aðrir eiga at læra av. Sum bygdaráðslimur í Nes kommunu kann undirritaði eisini fegnast um, at gongd er komin á hjá okkum. Vónandi verða fólk vald í nýggja bygdarráðið, sum vilja fullføra verkið. Tey, sum nú eru eldri, hava tikið tøk og lagt lunnar undir okkara vælferðarsamfelag. Vit eiga tí bæði at geva teimum nógv betri umstøður og nógv betri tryggleika í framtíðini. Viðmerking til Hjalgrím Samuelsen Í tíðindasendingini í Útvarpinum hóskvøldið 19.10. kl. 18.30 bórust tíðindi um privatisering av Postverkinum. Í sama tíðindastubba var sagt frá meiningini hjá Hjalgrími Samuelsen um útberingina av bløðunum kring landið, at hetta kostaði alt ov nógv, og at bløðini lógu upp til 16 tímar hjá Postverkinum. Magnus Jørgensen álitismaður, Postboðbólkurin í Havn Fleiri arbeiðsbólkar hjá Postverkinum hava seinastu árini arbeitt við, hvussu henda blaðútbering kann gerast betri og bíligari. Prísinum viðvíkjandi hevur tað verið soleiðis, at tá Postverkið hevði játtan á fíggjarlógini og eisini eftir at hon var strikað, hevur Postverkið eftir eini løgtingssamtykt goldið fyri hvørt eintak av Sosialinum og Dimmalætting, ja útvið 2 kr. fyri hvørt eintakið. So her hevur verið talan um einvegis tænastu so tað forslær. Tá Postverkið síðani eftir vanligum marknaðartreytum dittaði sær at taka pening fyri blaðútberingina, skiltu bløðini brádliga einki og fóru í hernað ímóti blaðútberingini við hóttanum um bæði eitt og annað. Tað síðsta var, at postberarar skuldu ganga við posti um kvøldið (nær skulu skrivstovur fáa post?) í myrkri við lummalykt. Her lekur álvarsliga millum teori og praksis. Alla aðrastaðni í heiminum verður postur útborin fyrrapartin á degi. Men Postverkið skal framvegis rekast handilsliga, og hetta merkir, at vinningur helst skal vera av eini hvørjari tænastu, Postverkið veitir, og at allir sáttmálar verða hildnir. Blaðútberingin er í dag saman við postútberingini, sum byrjar fyrrapartin hvønn dag, og sum á flestu umdømum kring landið endar við vanligan dag umleið kl. 13 ella fyrr. Hetta er ein góð tænasta, har flestu fólk hava fingið bæði postin og bløðini áðrenn døgurða. Hjalgrím ynskti eina seinrapartsútbering við bløðum. Hetta merkir eina stóra eykaútreiðslu hjá Postverkinum, sum blaðútgevararnir sjálvandi verða noyddir at gjalda fyri. Men um stuðul verður veittur, kann henda blaðbering skipast uttan eykakostnað. Okkara uppskot til bløðini er, at tey koma út tann dagin, tey eiga at koma út, t.v.s. at tann 20. er 20. og ikki 19. At bløðini liggja so leingi hjá Postverkinum áðrenn útbering kemst av tí einfaldu orsøk, at tey eru prentað so langt frammanundan. Um - sum alla staðni í heiminum - deadline verður flutt til t.d. kl. 21 og bløðini koma út á miðnátt, slepst undan hesi longu bíðitíð hjá Postverkinum og tá kunnu vit tosa um veruliga kapping millum Sjónvarp, Útvarp og bløðini. Í Sosialinum leygardagin 21.10 er grein um evnið. Har verður ført fram, at blaðútbering og lýsingar eru grundstuðulin undir inntøkum Postverksins. Í ársroknskapinum fyri 1999 stendur, at brøv góvu 32,9 mill. tilskriftarleysar sendingar 3,2 mill. og bløð 3,7 mill. kr. So bløð og lýsingar eru >>peanuts<< í mun til brøv, pakkar og peningasendingar. Illa umhugsað navnagáva Tað var sum at fáa vátan vøtt beint frammaná, at nýggja vaktarskipið skal eita Brimil. Í fyrsta lagi er orðið ljóðliga einki vakurt, og í øðrum lagi er brimil - kallkyn av kópi - eitt djór, sum livir av fiski, og ferð eftir ferð hava menn skrivað til tingið um at taka stig til at minka um kópin, tí hann oyðir alt livandi inni við land. Regin av Steinum Aliringar hava heldur ikki fingið frið. Sostatt er væl hugsandi, at Fiskimálastýrið fer at senda Brimil at beina fyri brimlum annaðhvørt við skotvápnum ella gørnum. Um ikki bar til at doypa skipið Nólsoyarpáll, ið hevði verið eitt vakurt, hóskandi og sigandi navn, so mátti verið eyðsæð, hvørjum manni skipið skuldi verið kallað upp eftir: Hvør stóð á odda í stríðnum til tess at vinna tjóðini óskerd rættindi á landgrunninum og heilt út á 200 fjórðingar við eftirfylgjandi møguleikum? Somu leiðir, sum nýggja glæstriskeiðin skal verja og røkja. Okkara fremstu listarmenn fáa nú - á ellisárum - eina heiðursgávu frá tí almenna. Tað er so sjálvandi, og veri tað teimum væl unt fyri alt tað, teir hava givið almenninginum, tí enn sum fyrr livir menniskjan ikki av breyði eina. - Toftafólk kallaðu nýggju kirkjuna upp eftir Fríðriki Petersen, býráðið gjørdi William til heiðursborgara í Havn, og vágbingar reistu standmynd av Jákupi Dahl fyri kirkjudurum. Vakurt og rætt, og sømir seg einum mentaðum fólki. At steðga á og minnast tey farnu er ikki tað sama sum ódámlig persónsdýrkan. Tær almennu Føroyar áttu eisini at minst til undangongumannin Erlend Patursson, og nú var so eitt stak gott høvi til tess. Mátti hóskað serliga væl hjá júst hesum landsstýrinum, ið hevur sett sær høg mál. Ella man tað vera komið av sær sjálvum, at harra Niclasen nú kann fara út í heimin at tosa við teir stóru um veiðirættindi hvør hjá øðrum? Navnagáva er ein partur av okkara mentan. Gamal siður er at kalla upp. Bæði fólk og fæ vórðu kallað upp. Eisini skip og bátar verða kallað upp. Tí áttu eisini Standfaraskip Landsins at virt eitt hevdvunnið skipanavn og ikki beint tað í gloymskuna. Alt tað, eg veit og minnist, hevur ein Tróndur verið, men nú skal vera liðugt við tí. Hví slapp almenningurin ikki at siga sína hugsan við t.d. eini navnakapping? Nú verður so nógv tosað um at gera okkum sjónlig fyri útheiminum og fáa meira burtur úr ferðavinnuni. Ofta hava ferðafólk serlig áhugamál t.d. landsins søgu, náttúru ella almenn viðurskifti, og tí liggur eitt ávíst reklamuvirði ella lýsingarmøguleiki í nøvnum, ið hava havt stóran týdning fyri tjóðina. Tað er júst tað, Postverkið ger, tá ið myndevni til frímerkini verða vald. Vandi í hvørjari vælferð Hjá tí almenna er eingin appingarneyti, ið ger tað neyðugt at vera dugnaligur fyri at yvirliva Jan Christiansen Býráðslimur fyri fólkaflokkin Ongantíð áður eru skattainntøkurnar hjá kommunununi vaksnar so skjótt sum nú. Bara seinastu fimm árini er fíggjarætlanin økt við áleið 100 mill.kr. Hesin búskaparligi risavøkstur alt Føroyaland hevur havt seinastu árini, kemur sum sendur frá Guði, aftaná at okkara samfelag var farið á húsagang. Søgan hevur víst, at katastrofur ofta kunnu verða viðvirkandi til at styrkja um støðuna hjá teimum raktu, aftaná at stormurin hevur lagt seg. At so er, vísir best støðan, sum Føroyar nú eru í. Tað er ikki tann stóri og sterki, ið hórar undan, tá tíðirnar broytast, men hann, ið er dugnaligastur til at laga seg eftir nýggju støðuni. Tað føroyska vinnulívið dugdi at innordna seg broytingunum, ið hava verið, og er tað eitt sunt og kappingarført vinnulív vit nú síggja. Tann almenni sektorurin merkti sjálvsagt eisini kreppuna, men við teimum skjótt økjandi skattainntøkunum, er stórur vandi fyri, at bæði land og kommunur fara at økja óneyðuga nógv um umsitingina. Hjá tí almenna er eingin kappingarneyti, ið ger tað neyðugt at vera dugnaligur fyri at yvirliva. Nei, har er nógv lættari, og meira ómakaleyst, at brúka stóran part av meirinntøkuni at vaksa um egna umsiting. Tað er tí av alstórum týdningi, at eitt nú Tórshavnar kommuna, ansar væl eftir ikki at lata ov nógv av skattainntøkuni fara til "egið" brúk, men at vanligi borgarin merkir at tíðirnar eru vornar betri. Serliga eru tað láginntøkurnar og miðalinntøkurnar, ið ikki hava merkt hesar góðu uppgangstíðir, vit hava havt farnu árini. Gongda leiðin má verða, at skattatrýstið altíð er minst møguligt, so at borgarin í størri mun umsitur egnan pening, heldur enn at tað almenna ger tað. Nú eigur at verða sett í kortið, at lækka kommunu- og landsskattin líðandi komandi árini, so vit um nøkur ár kunnu koma niður á eitt meira hóskiligt støði. Lágt skattatrýst økir um hugin at vinna pening og vil gera at nettoinntøkan hjá fólki verður hægri. Niðanfyri standandi mynd vísir inntøkuvøksturin hjá Tórshavnar kommunu seinastu árini, og vísir hon klárt, at tíðin nú er komin at linka um skattatýstið hjá borgaranum.. Kollafjarðar- og Tórshavnar kommuna verða lagdar saman á nýggjárinum, og verður tá neyðugt at hava sama skattaprosent í allari kommununi. Í dag er skattaprosentið í Tórshavnar kommunu 19%, ímeðan tað í Kollafirði er 18,5%. Ikki er ráðiligt, hvørki at hækka ella at lækka skattin í ov ógvusligum lopum, men rætt er nú at lækka verðandi 19% skattatrýst eitt sindur. Ein gongd leið kundi verið, at komandi ár bleiv skattaprosentið í Tórshavnar kommunu 18,5%, sama sum skattaprosentið í Kollafyri nú er. Lat ikki gávuna til kollfirðingar, við kommunusamanløguni, verða, at hækka teirra skattatrýst, men heldur at lækkað tað í restuni av kommununi. Skattainntøkan hjá Tórshavnar kommunu seinasti árini (rundað tøl) 1994 223 mill.kr. 1995 251 mill.kr. 1996 258 mill.kr. 1997 301 mill.kr. 1998 314 mill.kr. 1999 338 mill.kr. 2000 360 mill.kr. (tillagað) 2001 378 mill.kr. (ætlað) Íløgur til barnaansing ella til Tórsvøll Teir sosialu trupulleikarnir í Havnini av tørvandi barnaansingarplássum eru stórir, tí at samfelagið er soleiðis skipað í dag, at tað skulu tvær inntøkur til. Um bert annar hjúnafelagin hevur arbeiði, er tað torført hjá familjuni at svara hvørjum sítt og at fáa føtur undir egið borð. Hans Jákup Simonsen, valevni javnaðarfloksins til Tórshavnar býráð Býráðspolitikkarnir í Havnar kommunu løgdu síðsta ár út við, at um kommunan yvirtók barnaansingina frá Almanna- og heilsumáalstýrinum, sum ikki hevði loyst málið, so fór barnaansingartrupulleikin í Havnar kommunu at verða loystur skjótt, men hvat hendi? Býráðið - javnaðarpolitikkarnir undantiknir - koyrdu málið í nevnd. Hetta merkir, sum borgararnir væl vita, at sylta málið. Frammanundan er barnaansingartørvurin, íløgurnar, ið skulu til og onnur barnaansingarviðurskifti kannað út í odd og egg av teimum kommunalu starvsfólkunum og politikarunum. Býráðspolitikarnir vita alt tað, teir hava fyri neyðini at vita, fyri at kunna taka eins góða og ábyrgdarfulla avgerð. Býráðið veit fullvæl, at íløgurnar, ið skulu til, kosta, men at raksturin av barnaansingini svarar seg, tí tann økta skattainntøkan av nýggjum arbeiðsplássum í barnaansingini, og tað at bæði foreldrini fáa møguleika at koma út á arbeiðsmarknaðin ger, at barnaansingin við tíðini lønar seg búskaparliga. Ein ansingarskipan har foreldur hava garanterað pláss til børnini, vil stabilisera arbeiðsmarknaðin. Kommunan kann ikki bara lata ein part av borgaranum fáa tilboð um barnaansing, meðan onnur, ið eisini hava tørv, ikki fáa tað. Allir borgararnir í kommununi skulu viðgerast eins og fáa somu kommunalu sømdir. Fyri at Tórshavnar kommuna skal gerast betri at liva í hjá øllum borgarunum eigur barnaansingartrupulleikin at verða loystur sum skjótast. Í áttatiárunum var eg nevndarlimur, herav trý ár foreldraráðsformaður, á einum integreraðum barnaansingarstovni í Odense kommunu, har eg fekk gott innlit í barnaansingarmøguleikarnar í einari kommunu undir javnaðarleiðslu. Trý tey seinastu árini av hesum valskeiðnum havi eg sitið sum umboð fyri Kollafjarðar kommunu í Sosialu nevnd í Tórshavnar kommunu, har eg havi fylgt tí politiska orðaskiftinum um barnaansingina, og harvið fingið stóran áhuga fyri barnaansingar- og familjupolitikki. Eg vil tí heita á býráðspolitikararnar um, at vísa størri virðing fyri barnafamiljunum við at taka barnaansingarmálið úr nevnd aftur, og taka tað upp til nýggja viðgerð. Og til teir politikarar, sum tosa um íløgur til Tórsfvøll ístaðin fyri íløgur til barnaansingina, vil eg siga, at tit, í hesum tíðum, har nógvar sosialar ábøtur og íløgur eru fyri neyðini og íløgukarmarnir eru avmarkaðir, ikki eru tykkara politisku uppgávu vaksnir. Borgarnir vilja als ikki góðtaka eina niðurprioritering av barnaansingini til fyrimun fyri Tórsvøll ella onnur prestigeprojekt. Mín málsetningur er tí, at arbeiða fyri, at fáa eina skilagóða, ábyrgdarfulla og skjóta loysn av barnaansingartrupulleikunum í kommununi til gagns fyri allar borgarnar í Tórshavnar kommunu. Rolf Guttesen Teir mistu einki á gólv! Ongantíð hava fólk sæð eitt slíkt samanbrot og skrædl fyri snurrandi sjónvarpstólum, sum tann tragedian, sum var framførd á Christiansborg hóskvøldið 26. oktober ár 2000. Men her er einki at flenna at. Hetta er stutt og gott, ella langt og ringt, ein sorgarleikur, sum rakar allar føroyingar bæði burturi og heima, bæði sambandsmenn og sjálvstýriskvinnur. Rolf Guttesen Hetta var so Føroya Landsstýri, valt demokratiskt av einum meiriluta av føroysku veljarunum, sum var farið í Kongsins bý at fáa síni avgerandi politisku ynski uppfylt. Í meira enn tvey ár hevur øll orka verið sett inn í eina "fullveldisætlan", sum skuldi fáa fólkið undan fremmandari kúgan, og so helst eisini útvega eina flaggstong í New York. Niðurstøðan, nú hæsað er av, má vera, at har var okkurt heilt galið. Antin við ætlanini, soleiðis sum hon var løgd til rættis av fullveldislandsstýrinum, ella við teim monnum og kvinnum sum skuldu samráða tingini uppá pláss. Um verkætlanin var góð ella ring? Tað er ein politiskur spurningur! Tær politisku tingingarnar og avgerðirnar eru í seinasta enda alt avgerandi. Sendinevndin kundi fingið ein sáttmála um fullveldi heim við, um teir vildu ella tordu. Nyrup hevur í hesum máli allatíð verið púra klárur: "Tað er í lagi, um Føroya fólk vil tað so. Vit fara ikki at seta okkum ímóti eini demokratiskari avgerð. Men so er støðan millum londini broytt; tað er ikki ókeypis at taka fullveldi." Politikkur er ikki eitt divideri-roknistykki Fullveldislandsstýrið, við einum varaløgmanni á odda, hevði eina turkatrúgv uppá, at tær røttu útrokningarnar og framskrivingarnar kundu siga, nær tann føroyski búskapurin varð burðardyggur. Tað ber væl til at gera strikumyndir um búskapargongdina og mangt annað langt inn í framtíðina. Men hetta er ein teoretiskur fimleikur, sum lítið og einki hevur við veruleikan at gera. Eingin kann siga nakað serligt við skili um, hvussu støðan er um 5, 10 ella 15 ár. Tað kunnu fiskifrøðingar heldur ikki. Tað er faktiskt staðfest við lóg, at so er. Ja, føroyskari løgtingslóg! Ikki ber til at gera eina ætlan, sum bara heldur eitt ár fram. Tí hevur man Eykafíggjarlógina til at lappa holini við. Tí avvísti danska stjórnin - sjálvandi - at vera uppi í einum divideri-roknistykki, sum "objektivt" skuldi siga teimum, hvat teir áttu at gjalda føroyingum í 15 ella 80 ár. Slíkt kunnu bara óroyndir amatørar finna uppá. Útbrendar teoriir og hugsjónir kasserast! Tað var ein klókur heimsspekingur, Karl Popper, sum segði, at tað ikki kom ann uppá at prógva teoriir. Hvørki vísindaligar ella politiskar. Tað var meiri umráðandi at forkasta tær og blaka tær burtur. Og hann hevur so púra rætt. Heldur tú fast um gamlar teoriir og eisini politiskar ideologiir, so stirðnar samfelagið og doyr til endans. Breznev og Ciaucescu hildu fast um sínar ideologiir, og høvdu nevndir og stovnar í hópatali til at finna tey vísindaligu prógvini. Teir vildu einki forkasta av avoldaðum stalinistiskum tankagóðsi. Tí eru teir strikaðir av landkortinum í dag. Er tíðin ikki komin til at forkasta ymist foroldað national-romantiskt tankagóðs og tokutos, sum hevur plágað føroyskan politikk í mong ár? Kærleikin til heimlandið hevði helst trivist væl frægari uttan hetta hálvfeudala, og til tíðir hálvfascistiska, svassið. Sami Popper var eisini ímóti teim altumfatandi samfelagsligu kollveltingunum, sum ein ideologi royndi at gjøgnumføra, tað veri seg leninisma, stalinisma, nazisma ella nakað annað. Tað fór at enda galið. Nettup tí, at tað ikki ber til at siga framman undan, hvussu umfatandi broytingar fóru at virka. Frægari var at hava ein stigvísan politikk, sum hann kallaði "piecemeal social engeneering", ella ein stigvísa samfelagsliga tilgongd. Tak problemini, sum tey eru, finn eina loysn. Tak tey næstu, finn eina loysn osfr. Ov stórur biti? Fullveldislandsstýrið vildi hava alt nú, her og beinanvegin! Milliónir í 15 ár, suverenitet, partnership og Drotning, øll saksøkir alt fyri eitt, samstundis skuldu føroyingar hava somu rættindir í Danmark, sum higartil. Fingu teir ikki tað, so vóru danir nøkur reyvarh....! Sum tíðin leið, og samráðingarumførini ikki vóru fullveldismonnum til vildar, so øktist mismótið og desperatiónin. Ætlanin hevði verið at koma heim bæði við posa og sekk, og siga: Hygg! farið tit nú á fólkaatkvøðu og gevið okkum atkvøðuna, so fáa tit "fullveldi"! Nýggju ráðini: Provokatión og Konfrontatión Men gakk. Hetta var torførari enn væntað. Stígur kom í "processina". Nýggj ráðagerð varð løgd. Nú skuldi streingjast harðari á. Kósin bleiv: Provokatión!! Konfrontatión!! Og hvørja ferð Ríkisstjórnin so fór at siga, at hetta hava tit, sambært galdandi lóg, ongan rætt til at gera, so geyla vit bara: "Hygg vit sleppa einki at gera, teir vilja bestemma alt. " So komu brøvini til ST, og til Nato og royndirnar at fá ein 3. part uppí sum eygleiðara. Og snakkið um Partnership for Peace (Eitt pent navn; men hetta er búrið við teim óstýrligu villhundunum í bakgarðinum hjá Nato). Hetta var at fara út um mark. Teir vistu av tí. Men, sum aðir hundar, so ýldu teir allir, sum avrátt var. Men tað var eitt tilætlað skrædl Oktoberskrædl, kaos, cirkus. Soleiðis sá tað út, men hetta var alt planlagt og tilætlað frammanundan. Sosialurin refererar frá tíðindafundi í Landsstýrinum áðrenn teir fóru avstað, "Anfinn Kallsberg metti neyðugt vera, at koma burturúr donskum statsrætti og yvir í fólkarætt." Sama stendur eisini í talunotatinum hjá Løgmanni til samráðingarfundin. Dekan og seint er beint undan 4. samráðingarumfar at hálsa um, og bráddliga royna at umdefinera landsins støðu. Enntá til nakað, sum er bæði skeivt og provokerandi. Men medvitandi provokerandi. Hetta skuldi skapa konfrontatióna. Teir vistu fullvæl, at teir ikki høvdu fingið tað burturúr "prosessini", sum teir ætlaðu. Teir vistu at teir fóru at tapa eina fólkaatkvøðu. Tí skuldi heldur vera kaos og forvirringur, konfrontatión. Ein fíggindi og syndabukkur skuldi finnast. Varaløgmaður hevði betalt einum íslendskum serfrøðingi, sum skuldi skriva eitt responsum, og prógva, at føroyingar vóru føroyingar. Sjálvt um Heimastýrislógin og Ríkisins Grundlóg eru galdandi, skuldi Føroyar eisini vera ein tjóð (nation) í fólkarættarligari merking. Teir kundu spurt ein annan ella tíggju aðrar, og helst fingið onnur svør. Men, tað var júst hetta bestillingsarbeiði, sum skuldi brúkast politiskt til eina konfrontatión og provokatión. Fólkarættur og nationalur rættur Fólkarættur er ein skipan, sum verður brúkt til at regulera viðurskiftini millum suverenar statir. Tann nationali rætturin regulerar viðurskiftini millum borgarar í einum suverenum stati. Støðan er í dag tann, at Føroyar eru ein partur av Ríkisfelagsskapinum saman við Grønlandi. Tann suvereni staturin eitur Kongeriget Danmark. Har innanfyri eru tveir ríkispartar, sum hava serligar sjálvstýrisskipanir: Grønland og Føroyar. Kongaríkið Danmark, og harvið Føroyar og Grønland, er limur í United Nations. Henda støða kann broytast. Og tað var tað, sum "fullveldisprosessin" gekk út uppá.Leiðin skuldi vera: Samráðingar-Sáttmálauppskot-Løgtingssamtykt-Fólkaatkvøða-Fullveldi. Men fullveldislandsstýrið tordi ikki at senda eitt uppskot við 4 ára skiftistíð til fólkaatkvøðu. Hetta er essensurin, úrdrátturin, av øllum tokutosinum. Tí steðgaði processin upp. Tí tóku teir móti ráðum frá einum garvillum tjóðveldismanni, um at diskutera nationalistiska ideologi á samráðingarfundi á hægsta stigi. Galskapurin vann, skilið tapti. Hvat ætla teir nú? Ja, serliga varaløgmaður, men eisini snórahundurin hjá honum, høvdu eitt mál á skránni. Tað miseydnaðist. So nú hevur varaløgmaður ikki meir at missa politiskt; tí lat tað vera kaos. Lat okkum berjast manniliga móti fíggindanum. "Hava vit ongar fíggindar, so skapa vit teir sjálvir" Samfelagsfrøðingurin, sum plagar at tala síni vísdómsorð, hevur longu sagt við Jyllandspostin, at landsstýrið nú kann hugsast at ganga so langt, at teir vilja fáa onnur lond at leggja uppí. Well - so vita vit tað. Støðan er heilt óvanlig - og hættislig Teir áttu at lagt frá sær, og latið veljararnar sagt sín demokratiska dóm. Varaløgmaður átti at fingið sær sess aftast í løgtinginum, so hann kundi lært politiskan fólkaskikk. Kanska blivið myndugur, sum hann sjálvur plagar at taka til - um onnur. Men teir sleppa ikki maktini so lætt! Tað syrgiliga er, at hetta hevur skapt ein ómetaligan ótryggleika og forvirring millum fólk. "Hvat kunnu hesir menn ikki finna uppá?" verður spurt. Galskapurin rakar alt Føroya fólk. Virðingin fyri politikkarum í landsins leiðslu, og báðum head-monnunum har, er slett ikki á nøkrum nullpunkti, hon liggur langt undir. Tað er kalt í løtuni. 30.oktober 2000 Til minnis um gummu, Tað vóru tung boð at fáa umborð, og tað tók eina løtu at fata tað, tá Erla hevði sagt: >>Gumma er farin<<. Tað tyktist enn meira óveruligt, tá eg seinni sat á kamari mínum og skuldi seta orð á, hvør gumma var. Tað var so torført við fáum orðum. Gumma var barnavinur. Hon var, minnist meg rætt, gumma Súsonnu systi, Magnus, Eyðun, Súsonnu (hjá Bjarna og Kammu) og Biritu, - men millum okkum systkinabørn var hon >>Gumma<<. Vit áttu hana øll. Hvør minnist ikki tær hugnaligu løturnar yviri hjá gummu og Jóan Jakku; tað var sum at koma í føðingardag hvørja ferð. Gumma, tú elskaði okkum, og vit teg! Tú var altíð í okkara parti, eisini tá vit ikki vóru børn longur. Tá vit so sjálv fingu børn, føldu tey seg líka vælkomnan Oman Stóragarð. Gumma, tú kundi eisini siga tína meining, og øll vistu, hvar tey høvdu teg, - eingin ivi um tað! Eitt annað, sum eyðkendi teg, var títt heita hjartalag og trúfesti. Røsk var tú eisini. Tú gavst ikki so, sjálvt um tú var nógv plágað av vánaligum beinum tey síðstu nógvu árini. Hanagleivið frá mammu og niðan til Julionnu var nú til seinast eitt stórt tak, men niðan komst tú. At tú var trúføst, kunnu øll tey, sum hava havt nakað við Havnar Róðrarfelag at gera, bert taka undir við. Tað gekk næstan ikki vika, at tit, Jóan Jakku og tú, ikki vaskaðu, bakaðu ella góvu eina hjálpandi hond við einum ella øðrum. Tú bleiv glað og rørd, tá tú, fult uppiborið, gjørdist heiðurslimur í Havnar Róðrarfelag. Góði Jóan Jakku. Orð røkka ikki í løtum sum hesum. Má Hann, ið øllum valdar, styrkja og hjálpa tær og øllum okkum, sum stóðu gummu nær, gjøgnum hesa sváru tíð. Til gummu Góða gumma, á ferð skalt tú burtur har ongantíð nátt er, har ei følna urtir. Tú fjálgaði altíð, tá lívið var kalt. Vit elska og minnast teg. Takk fyri alt. Hvíl í friði. Eyvind ODDAGREIN: Búskaparligi veruleikin Tað var harmuligt, at danski parturin av pressufundinum niðri á Christiansborg í seinastu viku ikki var sendur í SVF, tí føroysku fjølmiðlarnir høvdu hug at lata samgonguna sleppa í so lætt rundanum spurningin um búskaparligu skiftistíðina ella vóru ikki nóg góðar stundir til tess. Løgið, at eitt álvarsmál sum búskapur Føroya verður viðgjørt so lítið, tá samanborið verður við veruleikafjaru svørt hvítu definitiónirnar viðvíkjandi tjóð, ikki tjóð, evsta vald, o.s.fr. Tað er neyvan nakar, ið trýr uppá eina skiftstíð uppá longur enn fýra ár. Føroyingar eru ivaleyst heldur ikki so ósmædnir, at teir koma sær at føra seg fram uppá annans rokning í eini fimtan til tjúgu ár, sum samgongan ætlaði tað. Vit síggja, at hóast búskapurin er rættiliga heitur, og landskassans inntøkur methøgar, so hava ambulansurnar ein keðiligan tendens til at steðga upp og bussarnir ein ikki minni keðiligan tendens til at missa hjólini - tankavekjandi eftirsum tíðirnar ikki altíð fara at vera so góðar sum í dag. Eitt stig á leiðini til búskaparligt sjálvbjargni, um man trýr uppá fullveldi ella ei, er ein endurskoðan av landskassans útreiðslum, serliga sæð í ljósinum av knappari hálvaaðrari milliard í blokkstuðuli og øðrum veitingum um árið. Vit hava mangan eftirlýst einari endurskoðan av Finn Norman Christensen bygnaðinum. Um ein samanber kostnaðin av miðfyristingini í dag og kostnaðin í 1993, so eru sera stórar milliónaupphæddir á muni. Merkir borgarin eina betri tænastu? Fáa landsstýrismenn betri ráðgeving? Ein freistast til at siga tvørturímóti. Vit liva í einari tíð, har man tosar um, at landið skal gera almenn partafeløg, borgarin skal gjalda bummpengar fyri at koyra á landsvegum, pensiónsskipanin skal gjaldast individuelt. Hvar skulu so okkara skattapengar fara, um ikki til eitt samhaldsfast samfelag? Ivasamt er, um vit hava ráð til FNC bygnaðin sum er, og hvaðna verri verður um fullveldið gerst veruleiki. Tey, ið vænta at síggja uttanríkis- og løgmálaráð verða bygt uppí miðfyrisitingina tá fullveldið Føroyar gerst veruleiki, fáa eina aðra bók at lesa í, tá tann fyribils suspenderaða búskaparliga tyngdarkraftin aftur setur inn í føroyskum politikki og føroyskari umsiting. Sosialurin Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Spurningur um markið av útlendskum leikarum Ivamál tykist nú vera, hvørt tað er loyvt at leika við trimum útlendskum leikarum á einum einum hondbóltsliði. Fyri landskappingina merkir hetta, at tað eisini er ivi um, hvørt Stjørnan og VÍF eru á odda í bestu kvinnudeidlini Hondbóltsreglur Seinnu árini er tað vorðið alt meira vanligt, at hondbóltsfeløgini her á landi hava styrkt um hópin við útlendskari arbeiðsmegi. Hetta er ein gongd, sum eisini kennist aftur frá øðrum liðítróttum, eitt nú fótbóltinum, og sum so man tað heldur ikki vera nakar, ið hevur nakað ímóti hesum. Tvørtur ímóti munnu nógv vera á einum máli um, at útlendsku leikararnir hava hækkað støðið í heimligu kapping okkara, og har umframt eisini hava verið við til at ment føroysku leikararnar. Tað er í mongum førum læruríkt hjá leikarum okkara, tá teir í eitt tíðarskeið kanska fáa útlendskan venjara, sum kemur við nýggjara innspræning, ella kanska bara talan er um ein venjingarfelaga, sum hevur roynt seg á hægri støði. Markið er 20% Ein spurningur í øllum hesum hevur tó verið, hvussu nógvar útlendingar eitt felag kann gera nýtslu av. Tosið er kanska vorðið serliga aktuelt í ár, har vit í kvinnuhondbóltinum hava sæð, at tey bæði oddaliðini, Stjørnan og VÍF, hava gjørt nýtslu av trimum útlendskum leikarum. Hondbóltssambandið hevur sum so ongar greiður reglur fyri hesum, og ivaleyst hava bæði Stjørnan og VÍF tí roknað við, at tey ikki hava gjørt nakað skeivt, tá tey hava fingið leikarar til landið. Mark er tó á, og er tað Ítróttasamband Føroya, sum hevur ásett hetta. Í grein 29 gjá ÍSF, undir pettinum, ymiskar ásetanir, stendur: >> Um sersamband/deildarsamband ikki hevur lógir ella reglugerð, ið greitt siga, hvørjar treytir eru fyri luttøku, hava lið hjá hesum sersambandi/deildarsambandi, ið luttaka í Føroyameistaraskapinum í ítrótti, í mesta lagi loyvi at hava 20% av útlendingum á liðunum. At Hondbóltssambandið eigur at ganga undir hesa reglur, tykist als eingin ivi at vera um. Undir fyrsta pettinum av lógarpartinum hjá HSF, sum eitur >>sambandið millum HSF og ÍSF<< verður staðfest, at øll feløg og sersambond undir ÍSF hava skyldu at akta lógirnar hjá sambandinum. Tulkingarspurningur Sostatt tykist einasti spurningur í hesum sambandi at vera, hvussu reglan við teimum 20 prosentunum eigur at tulkast. Talan kann verða um fleiri møguleikar, sum geva rúmd fyri ávíkavist einum, tveimum ella trimum leikarum. Í >>ringasta<< førei er talan um prosentpartin av teimum leikarum, sum eru á vøllinum samstundis. Hett agevur 1,4 leikarar, sum verður rundað til ein útlendskan leikara yfir hvørt liðið. Meira sannlíkt tykist tó vera, at tað skal skiljast sum prosentparturin av 12 leikarum. Hetta gevur 2,4 leikarar, rundað av til tveir leikarar fyri liðið. Ein triði møguleiki, er, um talið verður roknað av samlaða leikaratalinum í hópinum. Í hópinum kunnu nevnliga vera 16 leikarar, tó at bert 12 av hesum kunnu koma í dyst. Er hetta tal galdandi, fáast 3,2 leikarar burtur úr. Er henda regla galdandi, kunnu lið altso hava tríggjar útlendskar leikarar við í hópinum, men hetta má so vera treytað av, at hópurin telur í minsta lagi 13 leikarar, tí tá ber til at runda prosentpartin upp til tríggjar leikarar. Spurningurin tykist sostatt at vera, hvussu hugtakið >>á liðnum<< í lógartekstinum hjá ÍSF skal skljast. Er hetta talið av leikarum á vøllinum, talið av leikarum, sum eru í dysti, ella er tað samlaða støddin á hópinum. Hvat ger HSF Eftir stendur so spurningurin, hvørja støðu HSF tekur í hesum málinum. Í fyrstu atløgu er allarhelst neyðugt, at kappingarnevndin ger eina niðurstøðu, tí hon hevur smb. reglugerðini heimild til at taka avgerð í trætumálum í sambandi við kappinga. Í øðrum lagi kann talan gerast um, at ein aðal- ella eykaaðalfundur hjá HSF skal taka støðu til, um HSF skal hava egnar reglur á økinum, soleiðis sum vit kenna tað frá fótbóltinum. Harumframt má eisini setast spurnartekin við, hvussu HSF skal fara fram í málinum, um komið verður fram til, at hægst loyvda talið er minni enn tríggir útlendingar. Tað kann ikki metast sum rættvíst, um Stjørnan og VÍF verða dømd at missa stig, sum tey hava vunnið á vøllinum. Neyvan hava tey fingið útlendingar til landið, uttan at hava spurt seg fyri, hvørjar reglur eru galdandi. Eisini fíggjarliga kann tað gerast dyggur smeitur hjá hesum feløgum, um tað nú vísur seg, at tey brádliga eru noydd at senda ein av útlendsku leikarunum heim aftur, og bert hava gjørt nýtslu av hesum í ein fimtapart av kappingini. Hvussu víkir og vendur, so kann í øllum førum staðfestast, og HSF verður noytt at taka eina støðu í málinum. Hondbólturin kann í øllum førum ikki liva við, at ivi skal vera um, hvørt eitt lið er fremst ella aftast í landskappingini. At enda kann Stjørnan hevur nýtt tríggjar útlendingar í trimum av sínum fimm dystum, meðan VÍF í øllum sínum dystum hava nýtt tríggjar útlendskar leikarar. jakup@sosialurin.fo Endiliga vann Fleyr Botndysturin í Klaksvík endaði við tryggum Fleyr-sigri. Uppflytararnir úr Fossanesi tykjast enn ikki at hava vant seg við leikumstøðurnar í bestu deildini Flogbóltur Fossanes - Fleyr 0 - 3 12-25, 22-25, 18-25 Fossanes og Fleyr høvdu undan hesum dystinum einki stig. Serliga hjá Fleyr er hetta als ikki nóg gott. Siðvanda felagið í Havn eigur at stríðast um heiðursmerkini, og kanska gongd nú fer at koma á. Fossanes spælir sínar heimadystir í KÍ-høllini, tí høllin á Fossanesi er ov lág. Framgongdin hevur hesar tríggjar dystirnar, liðið hevur spælt í meistaradeildini, verið stór. Í hesum dystinum hevði liðið tó ongan møguleika í fyrsta setti. Fleyr hevði sett sær fyri, at hesin dysturin skuldi vinnast, og alt gekk upp á stás. Nina Brockie hevaði, og Mariann Øster var á diagonalinum. Tað riggaði væl. Á miðjuni spældi Miriam Thomassen aftur sera væl, og nógva av álopsspælinum hjá Fleyr gekk ígjøgnum miðjuna, og blokkurin hjá Fossanesi megnaði ikki at fylgja við. Besta settið higartil Jón Kári Frederiksen venur Fossanes, og hann má sigast at gera arbeiðið væl. Í 2. setti spældi Fossanes einki aftanfyri Fleyr. Gongdin var, at Fossanes kom nakað framum. Liðið royndi nú ikki at avgera allar bóltarnar, men heldur spæla róligt yvirum, so Fleyr kundi gera mistøkini. Tað eydnaðist væl. Fossanes kom framum 21-17 og hevði gott tak á dystinum. Nú skuldu genturnar bara vera róligar og ikki gera mistøk, men Fleyr nærkaðist alsamt. Nervarnir hjá ungu sundagentunum hildu ikki til endans, og Fleyr tók seg framum og vann eisini hetta settið. Eftir hetta hevði Fleyr aftur tamarhald á dystinum, og 3. settið vunnu havnargentur trygt. 2. settið vísti greitt, at Fossanes er lið í stórari leikligari menning. Hini liðini kunnu ikki loyva sær at taka sær av løttum. Tað verður tí helst skjótt, at Fossanes vinnur sítt fyrsta sett, og so er ikki so langt eftir til fyrstu stigini. Fleyr hevur fingið gongd á. Næstu dystirnir eru ímóti TB og ÍF í Gundadalshøllini. Teir dystirnar skuldi Fleyr havt góðan møguleika at vunnið. jakup@sosialurin.fo Rættvísur kvinnusigur í Klaksvík Mjølnir er nú einsamalt á odda í bestu kvinnudeildini, eftir at tað um vikuskiftið eydnaðist at vinna tryggan 3-0 sigur á unga TB-liðnum Flogbóltur Mjølnir - TB 3 - 0 25-17, 25-13, 25-15 Leygardagin var unga TB-liðið í Klaksvík og vitjaði tað roynda kvinnuliðið hjá Mjølni, og frá byrjan var ongantíð nakar ivi um, hvat lið var tað betra. Mjølnir leikti sín vælkenda og trygga leik uttan teir stóru feilirnar. Tær dugdu væl at flyta seg á vøllinum, soleiðis at tær altíð stóðu á røttum stað, tá TB royndi seg við álopum bæði á kantinum og við skjótum bóltum á miðjuni. Nýtt lið TB er í fer við at leika eitt nýtt lið saman, við tað at truppurin er munandi broyttur í mun til seinasta kappingarár. Men TB hevur fyrr framleitt góðar leikarar og kunnu vit í hesum sambandi nevna Gudrid Nolsøe og Juannu S. Joensen, sum í dag leika í fremstu deildini í Danmark. So tað verður uttan iva ikki long tíð, fyrr enn venjarin Virgar Djurhuus, fær leikt liðið saman, soleiðis at hetta eisini verður ein hóttan fyri tey sterkastu liðini, sum í ár tykjast av vera Mjølnir og Dráttur. Tað frættist eisini av Tvøroyri, at felagið er í fer við at styrkja sær um hópin við øðrum leikarum, men hvussu langt hesar ætlanir eru komnar, eg ikki greitt í løtuni. Men við einum góðum styrki á liðnum, hevur liðið eina góða framtíð. Sama Mjølnirlið Tað hava ikki verið tær stóru broytinganar á meistaraliðnum Mjølnir, og leikstílurin er tann sami, við royndu Marjun Kalsø á odda. Styrkin hjá liðnum er framvegis tað góða samanspælið og minimeringin av feilum, meðan leikt verður, og í dystinum leygardagin var tað enn einaferð Margit Joensen, sum gekk á odda í hesum trygga leiki. Margit er eisini tann leikarin, sum seinastu árini hevur havt tað bestu móttøkuna í føroysku kvinnudeildini, og hetta prógvaði hon enn einaferð, og um hon heldur á við sama leiki, kann roknast við, at hon verður eitt av evnunum til libero-plássið hjá landsliðnum, sum aftur komandi summar skal royna seg á Oyggjaleikunum. Við sigrinum leygardagin legði Mjølnir seg á odda í kappingini, har sum tær hava ligið mongu seinastu árini, men Dráttur hevur fyrr í ár prógvað, at liðið kann vinnast. jakup@sosialurin.fo Næstan luftmangul í KÍ-høllini Tað gjørdist eitt satt brak av einum oddadysti, tá Fram og Mjølnir hittust í bestu mansdeildini. Endaliga úrslitið gjørdist, at Fram vann dystin, men av teimum fimm settunum, var bert eitt, har munurin var meira enn tvey stig Flogbóltur Mjølnir - Fram 2 - 3 23-25, 25-27, 25-14, 25-23, 14-16 Hóast at vindurin hevur verið nógvur um vikuskiftið, so hevði ein ta fatan, at tað til tíðir næstan var luftmangul í KÍ-høllini sunnudagin, tá oddaliðini í føroyskum mansflogbólti møttust. Tí hetta gjørdist ein sera spennandi og vælleiktur dystur, við góðum undirhaldi fyri teir um 100 áskoðararnar, sum høvdu leitað sær í høllina. Javnt fyrsta sett Fyrsta settið endaði 25-23 til havnaliðið, og tað var eisini Fram, sum var frammanfyri alt settið. Bæði liðini nýttu fyri tað mesta kantáleypararnar, sum hjá Fram vóru Rúni Weihe og Jens Heri Mortensen og hjá Mjølni Borko og John Syderbø. Allir hesir komu sera væl frá uppgávum sínum, og tað var ongantíð í settinum, at tað eina liðið fekk nógv stig á rað. Romico, leikandi venjarin hjá Fram, valdi henda dystin at byrja á bonkinum, soleiðis at hann fekk betri yvirlit yvir dystin, og tá allir leikararnir røktu uppgávuna til fullnar, var eingin orsøk at gera nakra útskifting. Mjølnir kundi vunnið Var fyrsta settið spennandi,kann tað næsta ikki skrivast við orðum. Eisini hetta settið fylgdust liðini, men hetta settið leikti Mjølnir meira við skjótum álopum á miðjuni til Trygva H. Poulsen og unga Hjalta Josephsen. Seinast nevndi leikti eitt sera gott 2. sett. Móti endanum tyktist sum um Mjølnir fór at vinna settið, og teir høvdu eisini settbólt við støðuna 24-23. Men ikki altíð gongur sum ein vónar. Mjølnir servar og Fram hevar ein skjótan bólt til Heina Weihe, sum slær henda beina leið út um vøllin, og allir áskoðararnir síggja at bólturn er á veg út, og rómurin er við at byrja í høllin, men tá tekur ein Mjølnir-leikari bóltin av eini ella aðrari orsøk, og Mjølnir tapti hetta stigið, og so var 24-24. Fram-venjarin hevði í endanum av 2. settið valt at seta seg sjálvan á liðið, og hetta var við til at tryggja sigurin, tí Fram vann 27-25, og Mjølnir kundi takka sær sjálvum fyri, at sigur ikki kom í hús við settbóltin 24-23. "Vit hava vunnið" !!! Jugoslavin hjá Mjølnir Borko, hevur uttan iva sagt nøkur góð orð í steðginum millum 2. og 3. sett, tí í øðrum settið vann Mjølnir so at siga alt. Ella var orsøkin, at Fram tók sum givið, at teir høvdu vunnið dystin, tí í 3. setti stóð tað bara Mjølnir á skránni, hóast teir ikki høvdu broytt leikstílin í mun til tey fyrru settini. Mjølnir vann settið heili 25-14, og hetta var uppiborið. Men í fjorða settið byrjaði tann rættuligi dysturin aftur. Romico hjá Fram leikti nú fæst inni á liðnum í staðin fyri landsliðsleikaran Ragnar Petersen, sum enn ikki rættuliga er farin at gera um seg. Hann er sterkur í blokkinum, men enn vantar nakað í álopinum, um hann ætlar sær at vera fastur maður á landsliðnum. Rúni eitt gott sett Tað var Mjølnir sum kom best frá byrjan í 4. setti, og eitt skiftið førdu teir 14-9, og teir lógu á odda heilt upp á umleið 20 stig, men tá byrjaði Fram so spakuliga at vinna seg upp á javnleik. Tann stóri leikarin í hesum settinum var Rúni Weihe, sum leikar á kantinum. Hann vann næstan alt sum hann slóð til, og mett verður at hann henda dagin leikti ein av sínum bestu dystum. Orsøkin til at Rúni eisini fekk nógvar bóltar var tann, at Mjølnir royndi at serva á Jens Hera Mortensen, sum kanska ikki hevði ein av sínum bestu móttøkudøgum, men við netið var hann ringur at støðga. Men hetta var tó ikki nokk til at basa Mjølni í fjórða setti, sum endaði 25-23 til klaksvíkingarnar. Og so fór luftin Nú vóru góð ráð dýr áðrenn 5. og avgerðandi settið. Ein merkti at stórur spenningur var millum áskoðararnar og ikki minst leikararnar. Mjølnir kom beinanvegin á odda 3-0 og ein fekk ta fatan, at hetta skuldi vera gondin. Men so vendi dysturin fullkomuliga, og Fram kom framum 6-4, og soleiðis fylgdust liðini fram ímóti endanum. Í fimta setti kundi ein eisini leggja til merkis, at truppurin hjá Mjølni til henda dystin var ov lítil. Jóannes Poulsen, sum hevði eitt sera gott kappingarár í fjørð, hevur skaða, eins og libero-leikarin Arnfinn Guðjónsson fekk skaða undir venjing fríggjakvøldið. Arnfinn hevur seinastu dystirnar leikt sera væl í verjuni fyri Hjalta Josephsen. Og spenningur var til seinasta bólt, tí støðan var 14-14, tá Rúni Weihe við einum av sínum góðu smasjum slóð bóltin trygt í gólvið og kom fram um 15-14. Framleikari servar síðani, men av eini ella aðrari orsøk tekur ongin Mjølnirleikari ímóti seinasta bóltinum og hesin fer beint í gólvið, og stilli var í høllini, til Framleikararnir fóru sigursgongd runt í høllini av gleði. Settið endaði 16-14 til Fram, men hevði Mjølnir t.d. bert klárað at vunnið tveir bóltar í verjuni, um Arnfinn hevði verið, so hevði úrslitið kanska verið annarleiðis. Men samanumtikið ein javnur og undirhaldandi dystur, har báðir partar høvdu uppiborið at vunnið. Tað verður spennandi at síggja, um vit kunnu uppliva fleiri tílíkar dystir seinni. Sagt eftir dystin: Runi Weihe, Fram Dysturin sunnudagin var ein tann mest undirhaldandi dysturin eg havi verið við til, og tað var sera stuttligt at leika í Klaksvík, tí stemningurin var góður millum teir umleið 100 áskoðararnar, sum vóru til dystin. Eg vil tó mæla til, at leikararnir fara at styrkivenja meira, soleiðis at venjingarstøðan verður enn betur, tí tað tykist sum um, at tá nógv stendur á, og ein leikar ein langan dyst sum henda upp á umleið 2 tímar, so eru tað bóltar, sum kundu verðið vunnir, um venjingarstøðan var betri. Annars haldi eg eisini, at føroyskur flogbóltur má fara at byrja at fáa dómarar, sum bert takast við at døma, tí tað er ikki nøktandi, at tað eru leikarar, sum døma hvønn annan, tí í einum slíkum jøvnum dysti gerast leikararnir sera heitir, og tað prógvaði dysturin eisini sunnudagin, tá leikarar til tíðir hingu í dómarastólinum. Trygvi H. Poulsen, Mjølnir Sunnudagin meti eg at báðir partar høvdu havt uppiborið at fingið tvey stig, men ein vinnari skal finnast, og í hesum dystinum gjørdist tað havnaliðið. Seinastu tíðina hava vit roynt at fingið fólk í KÍ-høllina til heimadystirnar, og eftir dystinum í dag at døma, so tykist hetta bera ávøkst. Tá dysturin gerst so langur sum hesin, so saknaðu vit Jóannes Poulsen og Arnfinn Guðjónsson, sum m.a. leiktu sera væl ímóti SÍ, tí tað hevði verið sera gott, um vit t.d. kundu gjørt onkra útskifting í 5. setti, tí m.a. Jóannes kann bæði leika á kantinum og á miðjuni. Men vit mugu fara at arbeiða við at fáa ein størri trupp, tí tað vísir seg at dystirnir gerast harðari og harðari. jakup@sosialurin.fo Dráttur aftur á kósina Eftir mista sigurin móti Mjølnir fyri viku síðani reistist Dráttur aftur, og nú tykist gullið bert at vera ein spurningur millum Dráttur og Mjølnir ÍF - Dráttur 0 - 3 23-25, 12-25, 13-25 Eftir skuffandi tapið fyri Mjølni seinasta leikumfar, skuldi Dráttur koma fyri seg. Dráttur hevur í ár kanska besta liðið nakrantíð, og tí var neyðugt at vinna henda dystin Broytt ÍF-lið ÍF tók ímóti á Kambsdali, men spenningurin í dystinum var bara í 1. setti. Nýggi venjarin hjá ÍF Boban Ilic hevur broytt uppstillingina á liðnum rættiliga nógv. Randi Larsen og Rønn Eliasen spæla nú kantsmasharar, og tær báðar eru einsamallar í móttøkuni. Randi hevur spælt hevari og Rønn diagonalur, men nú hevar Katrin Olsen, og hon kom væl frá tí uppgávuni. Hesar broytingarnar tóktust at hepnast væl. 1. settið var sera javnt, og ÍF stóð einki aftanfyri Drátt. Hjá Drátti gongur nógva spælið ígjøgnum venjaran Marinu Popovic. Hon slær sera hart og væl, og blokkurin hjá ÍF megnaði ikki at steðga henni. Hin álopshóttanin hjá Drátti er Helga Nordendal, sum spælir á miðjuni. Hjá ÍF er eingin leikari so eyðsýndur sum tær báðar í Drátti. Í 1. settinum var ÍF sum sagt væl við, og tær vóru óhepnar ikki at vinna. Høvdu tær tað, hevði gongdin kanska verið heilt ein onnur, men so var ikki. Í 2. og 3. setti var als eingin ivi um úrslitið. ÍF tóktist at hava brúkt alt krútið, men Dráttur bara mentist. Dráttur var heilt einfalt nógv betra liðið, og kappingin letur til at laga seg soleiðis, at Mjølnir og Dráttur fara at vera einastu liðini í gullstríðnum. Hini liðini mugu so taka til takka við lægru plássunum. Broytta ÍF-liðið spældi væl í 1. setti, men so datt spælið sundur. Liðnum tekur tíð at venja seg við broytingarnar, og tá ið mótstøðuliðið spælir so væl sum Dráttur ger, er ikki nógv at gera við tað. jakup@sosialurin.fo ÍF vil vera við! Tað letur til, at fuglfirðingar nú aftur eru um at koma á rætta lagið, eftir at teir annars hava havt eina heldur trilvandi byrjan Flogbóltur ÍF - SÍ 3 - 1 25-13, 25-13, 26-28, 25-6 Byrjanin á landskappingini hjá ÍF hevur verið heldur løgin. Í fyrsta umfarinum spældu teir ímóti Mjølni. Tá høvdu menn valla vant saman, og nýggi venjarin var komin til landið dagin fyri. Tann dystin taptu teir akkurát. Seinasta vikuskifti var frívikuskifti, so nú skuldu teir vísa, um nakar dugur er í, og tað letur til, at tað er. Stór framgongd ÍF hevur í ár ikki so nógvar leikarar, men teir sum eru, eru góðir og eru royndir. Ungdómsarbeiðið hevur ligið stilt, men nú er gongd komin á aftur. Tað ganga tó nøkur ár, áðrenn teir leikararnir eru klárir at spæla í meistaradeildini. ÍF vísti leygardagin, at teir saktans kunnu vera við í stríðnum um heiðursmerkini. Liðið tóktist at vera nógv meira samanspælt nú, og venjingarstøðan er eisini betri. Venjarin Boban Ilic hevur fingið skil á, og einki er at ivast í, at tað trongdi til. ÍF hevur mangan fingið alt ov lítið burturúr, einamest tí venjingarstøðan ikki hevur verið nóg góð. Í dystinum leygardagin gekk í tveimum teimum fyrstu settunum sera væl hjá ÍF. Sí hótti ongantíð. Teir høvdu trupulleikar at fáa spælið at ganga, serliga torført var at fáa móttøkuna nóg góða, so at álopsleikararnir kundu vinna nakað. Sune Hansen er venjari hjá SÍ, og hann er einasti leikarin á liðnum, sum hevur royndir. Hinir eru fleiri unglingar. Teir eru millum bestu ungu leikararnar í landinum, men í meistaradeildini eru teir ikki nóg búnir enn. Í fyrstu settunum var tí einki hjá unga SÍ liðnum at gera. Gott 3. sett ÍF hevði fullkomið tak á dystinum, og sum so ofta, tá ið so er, fara menn at taka sær av løttum. SÍ lá og lúrdi, og teir megnaðu at koma inn aftur í dystin. Spælið hjá teimum var nógv betri í 3. setti, men ÍF hjálpti væl til, tí teir vóru als ikki so avgjørdir sum í teimum fyrru settunum. SÍ vann hetta settið, og tað var ikki sórt, at dysturin sá út til at fáa eina heldur óvæntaða vend. Stokkut gleði Boban Ilic man hava givið sínum leikarum av grovfílini í steðginum millum settini, tí ÍF var ikki at kenna aftur í 4. setti. Sí fekk fyrsta stigið, men so fór Bartal Eliasen aftur at serva, og hann avgjørdi dystin. Tá ið hann gavst, var ÍF frammanfyri 13-1, og dysturin var avgjørdur. Boban og Kenneth vóru frammi við netið, meðan Bartal servaði, og teir vístu hvussu ein bóltur skal sláast. Boban hevur sera gott smash, og Kenneth er heldur ikki fyri ongum. Saman við Bartali vóru teir bestu leikararnir í dystinum. ÍF hevur nú fingið gongd á kappingarárið, men SÍ hevur framvegis einki vunnið. SÍ fer helst at geva onkrum liðum trupulleikar, tá ið Anfinn Joensen og Jón Nielsen vera við. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Mugu styrkja um liðið Hans Fróði fegnast um, at tað eydnaðist liðfeløgunum at flyta upp, men hann iðrar seg ikki um sína avgerð um at flyta úr Noregi Uppflyting Hans Fróði Hansen kom undan vikuskiftinum til Føroya. Tá hann mánakvødlið hoyrdi, at tað var eydnast gomlu liðfeløgunum í Sogndal at vinna sær pláss í bestu deildini, fegnaðist hann saman við teimum. Sjálvandi hevði eg viljað verið á liðnum, sum flutti upp, og eg ynski teimum alt tað besta í komandi kappingarári. Tá eg flutti til Noregs var tað við tí vón, at eg skuldi fáa høvi at royna meg í bestu deildini. Nú hevði møguleiki verið fyri tí. Men eg iðri meg ikki um avgerðina, sum eg havi tikið. Avgerðin um at flyta aftur til Føroya er búnað so við og við, og hana standi eg við, sigur Hans Fróði Hansen, sum komandi kappingarár skal spæla við B68 í bestu føroysku deildini í staðin fyri at spæla við Sogndal í bestu norsku deildini. Hans Fróði heldur, at um Sogndal skal standa seg í bestu deildini, so verður neyðgt hjá teimum at keypa spælarar við royndum: Í Sogndal eru nógvir evnaríkir spælarar. Men teir flestu eru ungir og hava tískil ikki tær nógvu royndirnar. Royndirnar eru sera týdningarmiklar, um liðið skal standa seg væl. Tí er tað neyðugt hjá Sogndal at keypa kanska einar tríggjar ella fýra spælarar við royndum frá bestu deildini. Væntar tú, at Kurt Mørkøre og Julian Johnsson fara at standa seg? Teir hava fleiri royndir enn nógvir av liðfeløgunum. Allir føroyingar vita, at teir báðir hava rætta hugburðin, og hjá teimum báðum verður uppflytingin heilt víst góður íblástur til komandi kappingarár. Í heyst var Rógvi Jacobsen, sum tá spældi við KÍ, men sum komandi kappingarár skal spæla við HB, og royndarvandi í Sogndal. Sogndal segði honum, at teir ikki kundu bjóða honum sáttmála nú, men teir vildu hava hann at royndarvenja og spæla venjingardystir eftir ársskiftið. Spurningurin er so, um tað hevur styrkt møguleikan hjá Rógva at koma til Sogndal, at teir eru fluttir upp. Um Sogndal framvegis hevði verið í næstbestu deildini, so høvdu teir ivaleyst mist onkrar av teimum bestu spælarunum, og so hevði verið neyðugt at sett ungar spælarar við. Tað verður ikki neyðugt, nú teir hava vunnið sær sess í bestu deildini. Men Rógvi hevur sjálvur møguleikan at vísa norðmonnunum, hvør dugur er í honum, tá hann eftir ársskiftið fær møguleikan at royndarvenja við teimum. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Julian og Kurt í fremstu røð Sogndal stríddi seg til 2-2 á Ullevaal, og harvið gjørdist tað greitt, at føroyska felagið komandi ár skal spæla í bestu deildini Uppflyting Kurt Mørkøre sat uttanfyri og hugdi at. Hann var leikbannaður. Inni á regntunga tjóðarvøllinum í Oslo, Ullevaal, sá hann saman við eitt túsund áskoðarum úr Songdal og í alt tíggju túsund áskoðarum Julian Johnsson og hinar Sogndal spælararnar leggja alla orku í fyri at vinna sær uppflyting. Útgangsstøðan var ikki meiri enn passalig - fyrri dysturin endaði 1-1 - men Sogndal legði bragdliga fyri í øllum áarførinum, og eftir tólv minuttir eydnaðist tað at fáa mál. Miðverjin André Herfindal smekkaði í málið, eftir at fríspark varð sent innfyri og bólturin var komin út frá aftur. Tá seinna umfarið var níggju minuttir gamalt, tóktist tað sum um møguleikin rættuliga tók at kámast. Eftir uppspæl í høgru og innlegg skoraði Vålerengen miðverjin Åsmund Bjørkan til 2-1. Seks minuttir undan steðginum hevði fyrrverandi liðformaðurin á norska landsliðnum, Kjetil Rekdal, við einum megnar langskoti javnað til 1-1, so alt tóktist bera á skeiva borðið hjá Sogndal. Men Sogndal gav ikki skarvin yvir. Julian Johnsson var millum mest eyðsýndu stríðsmenninar, ferðin var høg, nærdystirnir nógvir, og fimm minuttir undan leikloki eydnaðist tað at fáa málið, sum læt bestu deildina upp fyri Juliani Johnsson, Kurt Mørkøre og øllum hinum í Sogndal. Útjavnandi málið skoraði Tommy Øren, sum varð kosin at vera besti maður á Ullevaal mánakvøldið. Eftir innlegg smekkaði hann høvdið undir bóltin, sum brast í stólpan, áðrenn hann legði seg í meskarnar. Síðstu løtuna var trýstið á Sogndal málið øgiligt, og sjálvt um teir síðsta korterið bara spældu við 10 monnum - Rune Eckhoff fekk reyða kortið so hildu teir tærr. Dómarin legði tríggjar minuttir afturat, og so fóru flestu áskoðararnir vónbrotnir til hús. Teir høvdu hildið við Vålerengen, sum nú skal spæla í næstbestu deildini. Teiy túsund Sogndal viðhaldsfólkini og øll í fótbóltsfelagnum fegnaðust um uppflytingina. Tað gjørdu tey so mikið leingi, at tey vóru ikki komin aftur til Sogndal, tá vit fyrrapartin í gjár royndu at fáa fatur á teimum. Veldugan týdning Sogndal hevði sum mál at flyta upp. Tað eydnaðist, og tað hevur veldugan týdning fyri felagið. Evnaríki Tommy Øren hevði undan dystinum boðað frá, at hann flutti úr felagnum, um tað ikki eydnaðist at flyta upp. Aftaná segði hann, at hann verður í Songdal komandi kappingarár. Fyri Julian Johnsson er tippuligan ikki ókend. Har stríddist hann við Kongsvinger, áðrenn hann á sumri í 1999 varð seldur til Sogndal. Í Kongsvinger var tað ikki serliga hugaligt. Julian er stríðsmaðurin, sum trívst best, har tað gongur fyri seg. Hann noyddist ofta at sita á beinkinum. Nú fær hann nýggjan møguleika at vísa, hvør dugur er í honum í fremstu norsku røðini. Kurt Mørkøre hevur ongantíð verið so ovarlaga í fótbóltsheiminum. Fyri framúr málsókna spælaran er tað ein stór avbjóðing at fáa møguleikan á so høgum støði. Síggja vit uppflytingina hjá Sogndal við føroyskum landsliðsbrillum, so er tað einki at ivast í, at hetta eigur at koma Allan Simonsen og hansara liði til góða. Um føroyingarnir fara at spæla nógv í bestu norsku deildini, so gerast teir uppaftur betri fyri, enn teir hava verið í næstbestu deildini. Ítróttarsosialurin hevur fylgt stríðnum hjá Sogndal fyri at flyta upp í bestu deildina. Saman við øllum fótbóltshugaðum føroyingum ynskja vit Juliani Johnsson, Kurt Mørkøre og eisini Hans Fróða Hansen og øllum hinum í Sogndal hjartaliga tillukku. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Torførari at fáa fatur á málminum Úrslitini hjá Ester Gaard Hansen og Heidi Andreasen hava verið glæsilig, tí kappingin á olympisku leikunum fyri brekað hevur ongantíð verið so stór, sum hon hevur verið í Australia Svimjing Olympisku leikirnir fyri brekað, sum tær báðar seinastu vikurnar hava verið í Sidney í Australia, eru nú av. Endahátíðin var sunnudagin, og hon stóð einki aftanfyri endahátíðina, tá hinir olympisku leikirnir vóru í september. Føroysku svimjararnir, Ester Gaard Hansen og Heidi Andreasen, vístu ferð efrtir ferð, at tær vóru sera væl fyrireikaðar til stóru kappingina. Tær settu fleiri persónlig met. Ester kom í finaluna á 200 blandaðari svimjing og 100metra rygg, og Heidi Andreasen vann trý silvurmerki og eitt bronsumerki. Seinasta silvurmerkið vann hon leygardagin. Tað var í 50 metra frí. Hini bæði silvurmerkini vann Heidi Andreasen í 100 og 400 metra frí. Bronsukrónan kom til høldar í 100 metra ryggsvimjing Størri kapping Norðurlendsku brøðratjóðirnar hjá okkum hava hesa ferð - akkurát sum tær plaga at gera - staðið seg stak væl í kappingunum. Danmark hevur kortini ikki vunnið so nógv heiðursmerkir, sum danir hava vunnið í undanfarnu olympisku kappingunum. Hetta verður tó ikki mett sum eitt afturstig: Kappingin millum brekað er væl størri nú, enn hon áður hevur verið. Tað eru nógv fleiri um boðið nú, enn tað hava verið áður, og í nógvum ítróttargreinum er venjingarstøði væl hægri nú, enn tað hevur verið frammanundan. Tí kunnu vit siga, at virðið í hvørjum heiðursmerki er størri nú, enn tað hevur verið frammanundan, verður sagt úr donsku leguni í Sidney. Fleiri tættar avbjóðingar Føroyska ferðalagið fer úr Australia mikudagin, og hósdagin vera tey aftur í Føroyum. Kl. 19.00 verður móttøka í ÍSF húsinum, tá brandarnir, sum enn eina ferð hava sett Føroyar á heimskortið, koma aftur á klettarnar. Katrin Johansen er venjari hjá ÍSB svimjarunum í Australia. Tóra við Keldu, Kristina Næs og Katrin Johansen hava áður vunnið glæsilig úrslit og nógv skreyt á olympisku leikunum. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Rosén skal til Vålerengen Fyrrverandi venjarin hjá B68 flytir frá venjarastarvinum í Bryne og til ítróttarstjórastarv í niðurflutta felagnum Ítróttatíðindi Nógvir útlendingar hava millum ár og dag verið í Føroyum sum fótbóltsvenjarar. Ein teirra er Kenneth Rosén. Hann er neyvan nakað serliga kendur, tí steðgurin hjá honum var so stuttur. Kenneth Rosén, sum er svenskari, kom undan 1990 kappingarárinum til Toftir at vera venjari hjá B68. Hann var væl umtóktur sum venjari, men hann gjørdist ikki gamal á Toftum. Hann og konan fóru til Svøríkis í summarfrí, og tey komu ikki aftur. Tað segðist, at konan hevði ilt við at trívast í Føroyum. Finnur Helmsdal var venjari hjá B68 seinnapartin av 1990 kappingarárinum. Í fyrradagin sást navnið Kenneth Rosén í norsku fjølmiðlunum. Talan er um sama svian, sum fyri tíggju árum síðani var á Toftum. Í ár hevur hann verið venjari hjá Bryne í bestu norsku deildini. Bryne slapp akkurát undan at spæla ímóti Sogndal um eitt pláss í bestu deildini. Í hesi vikuni hevur Kenneth Rosén verið umrøddur, tí hann skal skifta starv. Seinastu tíðina hevur hann verið í samráðingum við Vålerengen, og sjálvt um tað mánakvøldið gjørdist greitt, at felagið komandi kappingarár skal spæla í næstbestu og ikki í bestu deildini, so er tað avgjørt, at Kenneth Rosén skal arbeiða í Vålerengen. Sambært norskar fjølmiðlar skal Rosén ikki vera venjari, men heldur ítróttarstjóri og maneger, sum teir rópa tað, í felagnum. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Hodgson verður i FCK Fótbóltstíðindi Nú tykist greitt, at tað ikki verður venjarin hjá FCK, Roy Hodggson, sum skal taka við leysa sessinum hjá enska fótbóltssambandinum. Mánakvøldið vilud italskir fjølmiðlar vera við, at tað ístaðin verður sviin, Sven-Göran Erikson, sum verða enskur landslðisvenjari. Sviin hevur sáttmála við Lazio fram til komani summar, og er sostatt leysur av øllum bindingum til ta tíð. Sambært bæði bretskum og italskum fjølmiðlum verðu lønin hjá svianum áljóðandi 23 mió.kr. um árið, um hann fer til Onglands. Tá tíðindini bórust, varð sagt, at tað bert var undirskriftin, sum restaði í, áðrenn alt var avgreitt. Kanska er seinasta orðið tó ikki sagt kortini, tí týsmorgunin frættist, at Lazio hevur lagt nýtt sáttmálauppskot fram fyri venjaranum. Ársløn: 30.mió.kr. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Tætt í toppinum Lyngby og FCM eru bæði við í tronga oddastríðnum, eftir at tey fingu eitt stig í part í illveðursdysti mánakvøldið Superliga Tað er rættuliga tætt í toppinum í donsku superliguni. Lyngby og FCM høvdu bæði møguleikan at leggja seg á odda í bestu donsku deildini, tá tey mánakvøldið hittust í Lyngby. Tað eydnaðist hvørgum teirra at koppa Brøndby av tindinum, tí dysturin endaði við javnleiki 1-1. Veðrið var so vánaligt, sum tað sjáldan er í danska høvuðsstaðnum. Tað oysregnaði, og tað var nógvur vindur eftir vøllinum. Heimaliðið spældi undan vindinum í fyrra umfarinum. Teir komu á odda beinanvegin eftir skjótt mótálop. Andreas Havlykke skoraði. Eftir steðgin høvdu gestirnir vindin undan, teir fingu skjótt eitt mál, sum Jens Jessen skoraði, og so tóktust báðir partar at vera nøgdir. Brøndby er á odda við 26 stigum, og FCM er á øðrum plássi eisini við 26 stigum. Á næstu plássunum koma FCK, Silkeborg og Lyngby, sum øll hava 25 stig. Fimtanda umfarið er á skránni fríggjadagin, sunnudagin og mánadagin. Fríggjakvøldið fáa Jákup Mikkelsen og teir í Herfølge vitjan av Lyngby. Dysturin verður fríggjakvøldið, tí Jákup og teir í komandi viku skulu spæla í UEFA Cup. Sunnudagin skulu Todi Jónsson og FCK spæla í Viborg, og felagið hjá Óla Johannesen, AGF, skal spæla á útivølli ímóti FCM. Tann dysturin verður í Ikast. AB og AaB skulu spæla í Gladsaxe, og Brøndby fær vitjan av botnliðnum Haderslev. Síðsti dysturin í næsta umfarinum verður mánakvøldið. Tá skulu Johan B. Hansen og hinir í OB vitja í Silkeborg. Undan vetrarsteðginum eru fýra umfør í superliguni á skránni. Síðstu dystirnir verða spældir sunnudagin 26. november. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt lágtrýst, 965 hPa. í landnyrðing úr Føroyum kemur hendavegin, men grynnist. Lágtrýstið við Føroyar fer suðureftir og grynnist enn meira. Kaldari luft rekur av landnyrðingi móti Føroyum. Veðrið í dag: Fleyr til gul av ymsum ættum, seinni av eystri og sólglottar, men eisini okkurt ælið. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið fríggjadagin: Lot til andøvsgul av landnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið leygardagin: Fleyr til gul av norðI ella av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig, men sunnunáttina niður í 2 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Hann veksur vindin upp í hvassan vind av landnyrðingi og ælingur, partvís vátaslettingur. Hitin millum 2 og 6 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 965 hPa. í landnyrðing úr Føroyum kemur hendavegin, men grynnist. Í dag: Lágtrýstið við Føroyar fer suðureftir og grynnist enn meira. Kaldari luft rekur av landnyrðingi móti Føroyum. Eirikur Lindenskov - Eirikur@sosialurin.fo Tinghúsið liðugt Í dag kl 13:30 verður tingfundur aftur í tinghúsinum, sum hevur fingið nýggjan klædning, vindeygur og tak NÝTT LØGTINGSHÚS Seinastu 12 fundir sínar hevur løgtingið hildið í útvarpshøllini, tí tinghúsið hevur verið umvælt. Tá tað ikki fekst meiriluti fyri at byggja nýtt tinghús, gjørdi formansskapurin í løgtinginum av, at gamla tinghúsið skuldi umvælast og møguliga byggjast saman við telefonverksbygninginum, sum skal hýsa løgtingsumsitingini. >>Nýggja<< løgtingshúsið verður tikið í nýtslu í dag kl 13:30, tá Finnbogi Ísakson setir tingfundin, har fyrsta mál á skránni er val av Løgtingsins umboðsmanni. Størsta broytingin við tinghúsinum er, at svarti klædningurin er skiftur út við ljósagráan klædning - úr góðum norskum viði, sum er 150 - 200 ára gamal og negldur við stálseymi. Vindeyguni eru skift, og eru tey átøk vindeygunum við smáu rútunum frá 1907. Flagið er eisini skift út við walisiskt skifur. Onnur broyting er, at ein sliska til koyristólar er gjørd í norðurendanum, so fólk í koyristóli eisini sleppa inn á áhoyraraplássini. Arbeiðið, sum higartil er gjørt, er bara fyrsta byggistig í eini størri ætlan. Seinni verður helst ein millumbygningur gjørdur millum tinghúsið og telefonhúsið. Í hesum millumbygningi verður høvuðsinngongdin til løgtingið - eisini inngongdin til tingmenn. Men treytin fyri at hetta arbeiðið kann gerast, er at meiriluti fæst fyri hesum á løgtingsfíggjarlógini fyri næsta ár, har formansskapur tingsins hevur biðið um 22,4 millionir til hetta arbeiði. Í suðurendanum er tvey stór vindeygu, sum røkka niður á gólv. Hesi kunnu latast upp og nýtast sum dyr til serlig hátíðarhald, eitt nú á ólavsøku. Men fyribils verða gomlu hurðarnar settar í eystara vindeygað, sum verður nýtt sum fyribils inngongd til tingmenn. Nøvn í vikuni Lisbeth L. Petersen, Ingi Mohr og Katrin Dahl stilla ikki uppaftur til býráðsvalið í Havn. Páll Vang á Tvøroyri stillar heldur ikki uppaftur Lisbet stillar ikki upp - 1007 leysar atkvøður Lisbeth L. Petersen, sum er 61 ár, fyrrverandi borgarstjóri í Havn og løgtingsumboð Sambandsfloksins, er ikki millum valevnini hjá Sambandsflokkinum til býráðsvalið hesaferð. Lisbeth varð vald í býráðið í 1984, tá Petur F. Christiansen ikki stillaði uppaftur. Hon varð vald sum einasta sambandsumboð. Hon var saman við Fólkaflokkinum í samgongu, tá Poul Michelsen var borgarstjóri. Lisbeth gjørdi seg serliga galdandi sum forkvinna í sosialu nevnd tá. Í 1988 vaks Sambandsflokkurin við einum býráðslimi, tá Heðin Mortensen eisini varð valdur á Sambandslistanum. Í 1992 fekk Lisbeth yvir 700 atkvøður og gjørdist borgarstjóri. Tá vaks flokkurin við enn einum umboði, tá Schuman Hjaltalin eisini varð valdur á Sambandslistanum. Sum stóri atkvøðuslúkarin við síðsta val við 1007 atkvøðum - tá flokkurin vaks við enn einum, tá Kaj Leo Johannesen eisini varð valdr, varð hildið, at hon fór at halda fram sum borgarstjóri. Men tá kundi sigast, at hon >>svav í tímanum<<, tí tá hon vaknaði morgunin eftir, hevði Fólkaflokkurin boðið Leivi Hansen borgarstjórasessin og harvið Tjóðveldis- og Javnaðarflokkinum samstarv. Í tíðini hjá Lisbeth Petersen í býráðnum ferfaldaðist sambandsumboðanin - men flokkurin noyddist í andstøðu. Katrin Dahl úr býráðnum Katrin Dahl, sum í fleiri skeið hevur sitið í býráðnum í Havn fyri Fólkaflokkin, stillar ikki uppaftur á hesum sinni. Ongin ivi er um, at tíðindamenn fara at sakna Katrin í býráðnum, tí hon hevur altíð luttikið virkin í orðaskiftinum á býráðsfundi og hon hevur mangan givið yvirskriftir. Katrin er ein bestemt dama og mangan orðadystin hevur hon havt við mótstøðumenn á almennum býráðsfundum Katrin er fólkaflokskvinna burturav, og hon verjir garð, tá tað snýr seg um, at tað almenna fær ov stóran leiklut í lívinum hjá fólki. Katrin er sjúkrasystir, og hon hevur í mong ár starvast á hvíldarheiminum Naina í Havn. Páll Vang ikki á listanum Býráðsformaðurin á Tvøroyri stillar ikki upp aftur til býráðsvalið. Páll gjørdist álvarsliga sjúkur á jólum, og tað er av heilsuávum, at hann ikki stillar upp aftur. Páll Vang hevur fyri Fólkaflokkin verið við til at mynda kommunupolitikkin á Tvøroyri seinastu sekstan árini og seinastu átta árini hevur hann sitið við róðrið sum býráðsformaður. Páll Vang er maðurin við teim stóru visiónunum, og hann hevur verið íðin seinnu árini at fáa Tvøroyri upp í eina komandi oljuvinnu sum supplyhavn. Hann hevur eisini verið virkin í tunga strevinum, at finna eina loysn á truplu kommunuskuldini í landinum. Páll Vang sat sum landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin árini 1981-85. Ingi Mohr stillar ikki uppaftur Ingi Mohr í Havn stillar ikki uppaftur til býráðsvalið 21. november. Hetta hevur ljóðað líka síðani síðsta val, men tey, ið kenna Inga Mohr væl, høvdu kortini roknað við, at hann var at síggja á onkrum lista tá avtornaði. Ingi Mohr varð fyrstu ferð valdur í býráðið í Havn í 1976 umboðandi Borgaralistan hjá Peturi í Gong. Borgaralistin var størsti flokkur í býráðnum í nógv ár, og Ingi Mohr var fleiri ferðir størsti atkvøðuslúkur. Fyri fýra árum síðani stillaði Ingi Mohr upp á Fólkaflokslistanum, og varð valdur sum fyrsti maður á listanum við góðum 400 atkvøðum. Í apríl 1998 førdi innanhýsis ósemja í Fólkaflokkinum við sær, at Ingi Mohr tók seg úr Fólkaflokkinum. Síðani hevur hann verið uttanflokkaumboð í býráðnum í Havn. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Krevur skjóta kanning av Sernámsdeplinum Løgtingsmaður mótmælir játtanini til Sernámsdepilin, tí løgfrøðisliga grundarlagið undir stovninum er so ivasamt Tað er alneyðugt at fáa ein skjóta kanning av lógargrundarlagnum undir Sernámsdeplinum. Tað heldur løgtingsmaðurin Finnur Helmsdal, sum undir viðgerðini av fíggjarlógini í mentanarnevndini hjá løgtinginum hevur gjørt sína egnu minnilutaviðmerking til játtanina hjá Sernámsdeplinum. Bæði starvsfólk og løgfrøðingar ivast í, um løgfrøðisliga grundarlagið undir Sernámsdeplinum eru í lagi, og vit kunnu ikki liva við, at ivi er um hetta, tá vit hvørt ár játta næstan 33 milliónir til stovnin, sigur Finnur Helmsdal, sum umboðar Tjóðveldisflokkin á tingi. Hetta eru løgfrøðingar, sum vóru við til at gera stýrisskipanina, og tí mugu teirra atfinningar takast í álvara, heldur hann. Eina skjóta niðurstøðu Sernámsdepilin varð settur á stovn til fíggjarárið 1998, tá Skúlin á Trøðni og Sernámsfrøðisliga Ráðgevingin vóru løgd saman til ein nýggjan stovn við eini felags játtan. Síðani hevur stór ónøgd valda millum starvsfólk á stovninum, og tríggir løgfrøðingar hava sátt iva um heimildina fyri seta Sernámsdepilin á stovn og at reka hann. Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum segði týsdagin við Sosialin, at hann fyrsta dagin fer at seta ein arbeiðsbólk at kanna viðurskiftini á Sernámsdeplinum. Um ein kanning skal gerast av øllum økinum, so kann hon lættliga taka eini tvey ár at gera, og tað er ikki loysnin at júst hesum málinum. Vit mugu hava eina skjóta kanning sum kemur til eina niðurstøðu um løgfrøðisliga grundarlagið undir Sernámsdeplinum, sigur Finnur Helmsdal, løgtingsmaður. Álvarsmál Hann heldur, at tað er eisini neyðugt, at løgtingið sleppur at siga sína hugsan um Sernámsdepilin. Samanleggingin av Skúlanum á Trøðni og Sernámsfrøðisligu Ráðgevingini hevur ongantíð verið til viðgerðar í løgtinginum, og tað havi eg áður víst á. At tað er ivasamt við heimildunum hjá stovninum, meti eg verða eitt álvarsligt mál, sum vit nú mugu fáa upp á pláss, sigur Finnur Helmsdal. Hann sigur, at starvsfólk, løgfrøðingar og politikarar hava víst á trupulleikarnar í hesum málinum í langa tíð, og at bólturin nú liggur hjá landsstýrismanninum. Hann má fáa greiði á hesum viðurskiftunum, og tað má hann gera sum skjótast. Tað er bara landsstýrismaðurin, sum nú kann fáa hesi viðurskifti í rættlag, og eg havi eisini álit á, at hann fer at gera tað neyðuga í hesum máli, sigur Finnur Helmsdal. Magnus Dam og John Johannessen - magnus@sosialurin.fo, john@sosialurin.fo Kósin rættað í dag POLITISK ANALYSA: Samráðingarslitið í fullveldismálinum hevur skapt politiska ørkymlan í Føroyum. Ósemja er í samgonguni, og andstøðan skjýtur upp nýval, samstundis sum Fólkaflokkurin er farin at fríggja til Javnaðarflokkin. Landsstýrið hevur lovað at melda út um støðuna í dag Rættuligur spenningur hevur tikið seg upp í politiska heiminum í Føroyum síðani fullveldisætlanin hjá landsstýrinum miseydnaðist fyri viku síðani. Týsdagin kom spenningurin í hæddina, tá løgmaður eftir ein rættuliga harðan landsstýrisfund boðaði frá í útvapinum, at leisturin, sum landsstýrið hevur arbeitt eftir, har suveriniteturin her og nú er ovasta málið, er ikki nakað, sum politiskt og innan tíðarkarmarnar førir á mál. Tí boðaði hann frá, at landsstýrið hevur lagt ætlanina á hillina. Men Høgni Hoydal staðfesti fyri Sosialinum beint eftir tíðindini, at landsstýrið framvegis arbeiðir eftir teimum løgtingssamtyktum, sum fyriliggja í fullveldismálinum, og at hann hevði gjørt nøkur uppskot, sum nú skulu viðgerast í landsstýrinum. Varaløgmaður vildi kortini ikki gera beinleiðis viðmerkingar til innslagið. Viðgjørt støðuna Síðani hava ting- og landsstýrismanningarnar hjá bæði Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum havt fund um støðuna. Fólkaflokkurin er eftir fundin púra samdur um, at fullveldisætlanin er miseyndað. Flokkurin vil í staðin hava eina nýggja skipan millum Føroyar og Danmark. Tjóðveldisflokkurin viðgjørdi eisini støðuna á sínum vikuliga fundi týskvøldið. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, vil ikki siga nakað annað alment um fundin, enn at ørkymlandi støðan í Føroyum eftir samráðingarnar hóskvøldið varð væl og virðiliga viðgjørd á fundinum. Eg havi ongar viðmerkingar til ítøkiligu støðuna beint nú. Men eg kann tó staðfesta, at vit hava fingið eitt paratapolitiskt spæl seinastu dagarnar, har flokkarnir eru farnir at melda út hvør sær. Tað er ógvuliga umráðandi, at samgongan meldar út í felag, og tað fara vit at gera hósdagin, sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal vísir á, at orsøkin til,at partapolitiska spælið hevur tikið seg upp er, at støðan er vorðin so ørkymlandi, at baklondini hjá samgonguflokkunum eru farin at melda út hvør í sínum lagi, uttan at hava tosað saman frammanundan. Men hann vísir á, at hetta ikki merkir, at partarnir eru ósamdir. Grundleggjandi ósemja Hóast Høgni Hoydal staðfestir, at samgongan stendur væl og virðiliga saman, er nógv, ið bendir á, at ein grundleggjandi ósemja hevur tikið seg upp ímillum teir báðar størstu flokkarnar í samgonguni, nevniliga Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin. Tøgn er í landsstýrinum til í kvøld, tá landsstýrið skal koma við eini felags útsøgn. Men vóru partarnir heilt samdir, var ikki neyðugt at brúka tveir dagar til at finna felags útsøgnina. Líkt er til, at flokkarnir vilja brúka tíðina fram til í kvøld at vita, um tað veruliga ber til at finna saman um eina loysn. Ítøkiliga støðan er, at Fólkaflokkurin vil hava eina nýggja skipan við Danmark, sum í fyrsta umfari merkir, at vit verða verðandi í ríkisfelagsskapinum í nøkur ár afturat. Hetta góðtekur Tjóðveldisflokkurin, sum hevur sum aðalmál at koma út úr ríkisfelagsskapinum, ikki. Tá ið løgmaður varð spurdur í sjónvarpinum týsdagin, um samgongan er samd, svaraði hann, at tað er ov tíðliga at siga enn. Talan er um eina heila tilgongd, og hon er nakað øðrvísi enn hon, vit hava arbeitt eftir higartil, segði løgmaður. Í somu tíðindasending staðfesti Høgni Hoydal, at øll sjálvstýrisuppskot higartil eru komin úr hansara penni, og tað fara tey eisini at gera í framtíðini. Fólkaflokkurin fer ikki at víkja frá síni ætlan. Løgmaður hevur ásannað, at tað ikki kemst víðari, uttan sjálvt kravið um fullveldi fyribils verður útsett. Tað er løgmaður, ið er samgonguleiðari, og hann ætlar at halda fast við sítt. Skal ein semja finnast, má Tjóðveldisflokkurin bakka. Partarnir skuldu hittast at viðgera støðuna seinnapartin í gjár, eftir at blaðið var farið til prentingar. Fýra møguleikar Síðani tað var greitt, at fullveldisætlanin í verandi líki er miseynað, hevur nógv samband verið millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin handan politisku leiktjøldini. Tí er møguleiki fyri, at loysnin á fullveldismálinum verður ein loysn, har Javnaðarflokkurin er við. Tað ber í veruleikanum til at hugsa sær fýra loysnir á ósemjuni í samgonguni. Fyrsta og mest sannlíka loysnin er, at tað eydnast samgonguni at gerast samd um eina felags loysn. Ein onnur loysn er, at tað eydast samgonguni at broyta uppskotið soleiðis, at Javnaðarflokkurin antin kann koma upp í samgonguna ella gerast stuðulsflokkur hjá samgonguni. Hetta er ein loysn, ið hevði tryggjað meiriluta við eina fólkaatkvøðu. Ein triðji møguleiki er, at tað ikki eydnast Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum at semjast, og at Tjóðveldisflokkurin tískil fer úr samgonguni. Síðani verður ein nýggj samgonga skipað millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Eisini kann hugsast, at Javnaðarflokkurin fer at seta sum krav, at Sambandsflokkurin skal við í eina slíka samgongu, og tí er ein fjóðri møguleiki fyri at fáa eina breiða og sterka samgongu millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Hvørja leið tað ber, fáa vit nærri at vita, tá landsstýrið í kvøld kemur við einari útmelding. Verður útmeldingin frá landsstýrinum ein loysn, ið andstøðuflokkarnir á ein ella annan hátt kunnu taka undir við, er hugsandi, at teir fara at taka uppskotið um nýval, sum teir hava lagt fyri tingið, aftur. Verður talan um eina loysn, teir ikki taka undir við, fara teir uttan iva at halda fast við uppskotið. Dagfinn Olsen - dagfinn@sosialurin.fo Norðurlandaráðið heiðrar Mikkelborg Danski trompet úrmælingurin Palle Mikkelborg fekk í gjár Norðurlendsku Tónleikavirðislønina. Hetta varð kunngjørt á middegi í gjár. Eisini føroyingur var í uppskoti. Annar føroyingur er samstarvsfelagi og ein av tónleikaligu hornasteinunum hjá ársins vinnara Palle Mikkelborg er gamal kenningur í Føroyum. Hann hevur luttikið á Jazz, Fólka og Bluesfestivalinum og hann vitjar aftur komandi ár, tá festivalurin hevur heitið Listahátíð Føroya. Á middegi í gjár kunngjørdi Norðurlandaráðið í Copenhagen Jazzhouse, at Palle Mikkelborg fær Norðurlendsku Tónleikavirðislønina. Í uppskoti til virðislønina vóru m.o. Ole Kristiansen, Benny Andersson, ið er kendur úr Abba, og føroyingurin Magnus Johannessen. Tað er felagsskapurin Nomus, Nordisk Musikkomite, ið innstillar til virðislønina. Í ár gjørdist vinnarin ein dani. Palle Mikkelborg er føddur í 1941 og er kendur trompetleikari. Hann spælir jazz, men tónleikur hansara er eisini so nógv annað. Hann er leitandi, improviserandi og hann roynur nýggjar leiðir. Umframt at vera trompetsnillingur, leikar Mikkelborg eisini onnur ljóðføri. Palle rósar Óla Poulsen Ein hin kendasti føroyingurin í danska tónleikaheiminum er Óli Poulsen. Føroyingurin, ið tók leiðina til Danmarkar seinna helming av áttatiárunum og sum gjørdist ein hin dugnaligasti og mest avhildni tónleikaframleiðarin (produsarin) í Danmark. Hann hevur m.a. starvast við Michael Learns to Rock, Hanne Boel, Sidsel Kyrkjebø og so sanniliga eisini Mikkelborg. Palle Mikkelborg hevur ikki dult, at hann er glaður fyri samstarvið við Óla, ið hevur framleitt síðstu útgávurnar hjá Palla Mikkelborg. Longu í 1992 finna vit Óla Poulsen á fløguni hjá Mikkelborg, ið nevnist Anything but Grey. Óli hevur framleitt, tikið upp og hann spælir eisini fleiri ljóðføri. Og tað eru vøkur orð, ið ársins vinnari hevur at bera Óla á hesi fløguni. Mikkelborg takkar og sigur: to Óli Poulsen for guiding me over the ocean and for showing me the sound of it. Virðislønin er áljóðandi 350.000 danskar krónur og virðislønin verður handað í Oslo 2. - 3. apríl 2001. Jan Müller - jan@sosialurin.fo BP og Atlantsflog samstarv Millum meira ítøkiligu samstarvsætlaninar, sum komu fram á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum herfyri, var eitt ynski um samvinnu millum stóra oljufelagið BP og føroyska flogfelagið Atlantsflog. Olja og flogferðsla Jan Müller Magni Arge, stjóri sigur seg síggja stórar møguleikar í einum slíkum samstarvi, men ger greitt, at hetta enn bert er á >>tekniborðinum<<. Nú skal tíðin so vísa, hvat hetta verður til. Men tað er greitt, at tá eitt nú BP kemur inn í føroyskan sjógv við einum stórum boripalli, so verða boð eftir bæði tyrlu og flogfari. Og tað er her Atlantsflog kemur inn í myndina Tá borað verður eru trý manningarskifti um vikuna. Út frá tí er brúk fyri sambandi 3 ferðir um vikuna millum boripall og flogvøllin í Vágum og millum Vágar og Bretland. Hugmyndin, sum liggur aftanfyri eitt samstarv millum Atlatnsflog og BP er tann, at kunnu vit brúka tann trafikkin, sum verður skaptur av oljufeløgunum, á ein slíkan hátt, at hann eisini ger tað tilgongiligt hjá øðrum við somu flogførum tað verið seg ferðafólki og øðrum, so skapa vit betri atgongd til Føroyar yvirhøvur og betri møguleika hjá okkum at sleppa til Bretlands sigur Magni Arge. Hann heldur, at BP við hesum hevur lagt upp til, at tað kann gerast ein skilagóð avtala. Men allar súðir eru ikki syftar enn, tó at tað er stungið út í kortið. Stjórin í Atlantsflog vísir á, at vit eru í ferð við at menna eina bjargingartænastu í Føroyum og gera íløgur í eina meðalstóra og dýra tyrlu. Men soleingi henda ikki er tøk, so metir Magni Arge, at vit eiga taka samstarv upp við ein av teimum størri tyrluveitarunum í Bretlandi ella Noregi og fáa teir koma inn við eini av teimum størri tyrlunum. - Við tíðini kann hetta føra til, um vit finna olju við Føroyar, at vit eina ferð keypa eina stóra tyrlu. Men ein kann ikki leypa fram av nú og gera íløgur uppá fleiri hundrað mill., tí vit vita jú ikki, um hetta verður til nakað. Magni Arge sigur annars, at ráðstevnan var meira væleyndnað enn hann hevði roknað við. -Vit kundu gjørt meira arbeiði burtur úr marknaðarført ráðstevnuna fyri útlenskum luttakarum. Men í tí stóra heila haldi eg, at bæði føroyingar og útlendingar hava fingið nógv burtur úr. Allir partar eru nógv greiðari yvir viðurskiftini. Um hvat føroyingar ynskja og hvat oljufeløgini ætla. Skaptur er ein plattformur fyri einum dialogi millum luttakararnar, og hann er ómetaliga týdningarmikil og eigur avgjørt ikki at undirmetast. Magni Arge heldur, at vit eiga at skipa slíka stevnu á hvørjum ári. Kunnu vit leggja hana í Norðurlandahúsinum hesa tíðina á árinum, so eiga vit at gera tað. Jan Müller - jan@sosialurin.fo Nú er at bretta upp um armar Vit hava boðið okkum fram tey seinastu fimm árini, og nú er at bretta upp um armar og taka við avbjóðingini og fáa sum mest burtur úr henni. Olufeløgini eru eisini púra greið yvir, at tað er eitt sera stutt skotbrá til í summar, so tað er ein spurningur um at finna tær møguligu loysnir, sum lata seg gera til ta tíð heldur Magni Arge, stjóri Oljuráðstevna Jan Müller Nú oljuráðstevnan í Norðurlandahúsinum er farin aftur um bak bendir okkurt á, at føroysk vinna kenna seg meira trygga. Nógv bendir á, at oljufeløgini hava skilt boðskapin frá føroyskum myndugleikum um at brúka føroyskar vørur og tænastur í leititíðini. Í fyrilestri sínum á oljuráðstevnuni í farnu viku segði Martin Miles, stjóri í BP m.a., at teir ynskja at fáa føroyskar høvuðsveitarar á teimum ymsu økjunum og í hesum sambandi nevndi hann eisini møguliga leiklutin hjá Atlantsflog. Hann vísti á, at teir vilja samarbeiða við Atlantsflog um tær flogveitingar, sum eru knýttar at boringunum, sum skulu fara fram. Hann vísti eisini á, at á skipasíðuni vilja teir brúka eitt føroyskt felag at standa fyri arbeiðinum og vilja teir hjálpa tí at koma út at gera sáttmálar við onnur feløg í Aberdeen ella Stavanger til at veita tænastuna. Eisini umboðini fyri hini fyristøðufeløguni, Amerada Hess, Statoil og Agip søgdu seg vilja liva upp til krøvini um føroyska luttøku. Magni Arge, stjóri í Atlantsflog og formaður í Oljubólkinum hjá Vinnuhúsinum fegnast um hesa gongdina og sigur, at hetta í veruleikanum merkir, at tað verða teir føroysku veitararnir, sum hava tað beinleiðis samskiftið við oljufeløgini, og at føroysku veitararnir síðani hava teir útlendsku veitarararnar sum undirleverandørar. -Tað ger, at vit koma inn í ta sentralu støðu, sum man bara kundi vónað, at føroyska vinnan kom í. Tað haldi eg var ómetaliga positivt, tí tá hevur tú størsta møguleika at fáa eina førleikamenning og útbyggja tína luttøku sum frálíðir. Magni Arge heldur tað eisini vera gleðiligt, at bæði BP og eisini Amerada hava spælt út við fleiri kontantum meldingum, sum avklára nøkur viðurskifti. - Soleiðis at tað ikki longur er ein skuggaboksing, har tú spekulerar uppá, um tað bara eru føgur orð, sum verða borin fram, ella um tað eru realitetir aftanfyri. Í hesum førinum má man siga, at teir hava spælt kontant út og víst, at tað eru realitetir aftanfyri. Staðfesta føroyska luttøku Eitt av endamálunum við oljurástevnuni í farnu viku var at fáa oljufeløgini út úr >>buskinum<< og finna út av, hvat er veruleiki og ikki. Eitt annað var at staðfesta viljan til føroyska luttøku. - Vit eru komin longur enn eg hevði roknað við longu nú, tí oljufeløgini hava staðfest so klárt og týðuligt, at tey vilja arbeiða við føroysku veitarunum, og at vit koma at fáa eitt partnerskap í samstarvinum frameftir. Hetta heldur Magni Arge vera sera spennandi og vísir á, at nú vit eru í eini leititíðarskeiði kunnu vit heldur ikki gera stórar íløgur í framtíðina eitt nú í tyrlur o.a. men kemur man heldur at samarbeiða við kendum tyrluoperatørum ol. Tað er greitt, at olja má verða funnin, áðrenn føroyingar fara út í størri íløgur í framtíðina. Men tað er so gott fyri okkum, at oljufeløgini koma út við so klárum útmeldingum, sum tey gjørdu á ráðstevnuni, har tað jú greitt vísti seg, at at oljufeløgini vilja liva upp til føroysku krøvini og ynskini. Magni Arge, sum sjálvur varð orðstýrari á allari stevnuni, er eisini fegin um, at oljufeløgini loksins komu út við eini so greiðari útmelding um, at tey vilja hava ein basa næstu tvey árini, meðan leitingin fer fram og at øll fýra fyristøðufeløgini fara saman um tað. Um tað er betri veit eg ikki. Men tað ger myndina nakað einfaldari, við at tú fær avklárað nøkur viðurskifti. Men eru vit ikki veikari, tá tey standa saman? Tað kann man altíð siga. Tá oljufeløgini fara saman so er tað ikki so lætt hjá okkum at spæla tey út móti hvørjum øðrum, meðan tað hinvegin er lættari hjá teimum at spæla okkum út móti hvørjum øðrum. Tá er tað so ein spurningur, um vit duga at standa saman í hinum endanum og royna at fáa tingini gjørd uppá ein skilagóðan máta. Tað setir væl eisini stór krøv til eitt felag sum Før-oya Arbeiðsgevarafelag? Avgjørt - men kanska meira til teir aktørarnar, sum eru innan fyri sama øki, nevniliga at teir í felag finna út av at arbeiða saman. Eg trúgvi í mongum førum er tað líka neyðugt við einum samstarvi fyri at hava tann kapacitetein tøkan, sum skal til fyri at veita ta tænastu, sum er neyðug. Uppá fyrispurning um tað ikki verður ein trupulleiki hjá føroyskum ídnaði at vera klárur longu til í summar velur Magni Arge heldur at brúka orðið avbjóðing. Nú hava vit boðið okkum fram tey seinastu fimm árini og nú er at bretta upp um armar og taka við avbjóðingini og fáa sum mest burtur úr henni. Olufeløgini eru eisini púra greið yvir, at tað er eitt sera stutt skotbrá, so tað er ein spurningur um at finna tær møguligu loysnir, sum lata seg gera til komandi summar. Tað er eingin, sum sigur, at tann rutinan tú fær upp at standa í 2001 skal vera tann sama árini eftir, tá tú jú hevur havt fleiri ár aftrat at menna teg í. So eg gangi út frá, at man finnur praktiskar loysnir, sum lata seg gera. At vit síðani alla tíðina menna tann føroyska førleikan og leiklutin í hesum samanhanginum. Men kann tað vera ikki verða so, at oljufeløgini kunnu fáa óneyðugar fyrimunir, um vit vísa okkum ov svangar? Eg haldi ikki, at man kann siga, at føroyski ídnaðurin í løtuni er líka so svangur hann var í 1995. Lutvíst hevur tú lítið og einki arbeiðsloysi og allarflestu fyritøkur hava út at gera. Nógvar hava havt nógv góð roknskaparár, so tað haldi eg ikki er ein trupulleiki. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Teir náddu tað ævigu havnina Sjógvurin var ikki kargur, tá ið hann tók við sær dýrabæran fong niður í dýpið, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður á minningarhaldi yvir teir sjólætnu í gjár Í gjár vóru minningarhald um alt landið til minnis um teir føroyingar ið eru deyðir á sjónum hetta seinasta árið. Og sum gamal siður er, tók eisini Føroya Løgmaður lut í minningarhaldinum á Sjómansheiminum í Havn í gjáramorgunin og aftaná legði hann krans við minnisvarðan uppi í viðalundini. Í minningarrøðu síni segði løgmaður, at úr sjónmum er tað komið, ið mest hevur lívbjargað okkum føroyingum í farnum øldum. Og soleiðis er enn, hóast sannast má sum skaldið MC Restorff yrkir í sanginum "føroyingar", at "mangan sjógvurin var kargur og máttloysi tók sær vald." Men sjógvurin var ikki kargur tá ið hann tók við sær dýrabæran fong niður í dýpið: Hetta vóru pápar, synir, brøður og menn, sum vóru elskaðir av sínum kæru og sum stríddust fyri dagliga uppihaldinum hjá tykkum, ið nú sita eftir í stórari sorg - og djúpari sakni enn dýpið á hinum velduga havi, ið tók tykkara kæru. Ein sorg og ein saknur, ið hvønn dag nítur í hjartarótum tykkara, eins og støðug pína og kvøl, ið aldri gevst. Løgmaður helt, at sum vit minnast teir av landsins synum, ið fórust í dagliga yrki teirra fyri land og fólk, eiga at eisini at minnast tær kvinnur, ið fingu ta lagnu einsamallar at fáa ein mangan stóran barnaflokk undan við hjálp frá Gudi og góðum fólki. Hesar kvinnur, ið gjørdu menn og synir sínar klárar til skipstúr og sum eftir at hava lagt seinasta plaggið í skipssekkin, fóru eftir Nýggja Testamenti, sum tær við eini stillari bøn løgdu ovast í sekkin áðrenn bundið varð fyri. Løgmaður segði, at í Skriftini verður oftani nevnt um sjógv og hav. Eitt av teim orðum, ið sjómenn oftani taka til, eru orðini í Sálmi 107: "Glaðir vóru teir, tí av stilti, og Hann leiddi teir til havnina, ið teir tráaðu eftir." Teir, ið vit minnast her í dag komu ikki aftur í nakra føroyska havn. Teir náddu eina aðra havn! Teir náddu ta ævigu havnina. Ein av kendastu sjómanssangum okkara sigur tað soleiðis: Lat akker falla! Eg náddi havn - Farvæl, tú brúsandi bylgja! Eg trygt meg leggi í Jesu favn, Hans sum mær her vildi fylgja. Og kendar røddir meg blíðar kalla, sum akker míni so stilt nú falla við lívsins ljósu, føgru strond. Eins og sjómenn okkara funnu troyst í hesum orðum, soleiðis ynskja vit at tit, ið hava mist ein av tykkara kæru á havinum, eisini skulu kenna somu troyst, segði Anfinn Kallsberg Hann endaði við at siga, at Føroya landsstýri og øll hin føroyska tjóðin minnist við takksemi og virðing teir, ið farnir eru og stendur saman við tykkum, ið hava mist so nógv. Jesus styrki tykkum í sorgini og sakninum! Friður veri við minni teirra. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Nevndin í Lærarafelagnum standa skúlarætt Nakrir av yngru lærarunum eru ónøgdir við nýggju tryggingina, sum nevndin í Lærarafelagnum fyri stuttum hevur teknað. Spurnaðartekin verður sett við, um sáttmálin yvirhøvur er undirskrivaður. Teir halda ikki, at kunningin hevur verið nøktandi og hava tí sett nevndini ein fyrispurning Í opnum brævi til Lærarafelagið hevur ein bólkur av lærarum sett fram fyrispurning viðvíkjandi nýggja sáttmálanum, sum nevndin hevur teknað. Hóast sáttmálin varð samtyktur á aðalfundi, halda ungu lærararnir ikki, at nevndin hevur gjørt sítt arbeiði til lítar. Fyrispurningurin snýr seg um sjálvan sáttmálan, sum er gjørdur við LÍV. Sáttmálin er ikki komin út til limirnar, og man hevur als ikki sæð sáttmálan, hvat hann í veruleikanum gongur út uppá. Hann er nógv broyttur frá tí gamla sáttmálanum, og á aðalfundinum, tá hann varð samtyktur, varð sjálvur sáttmálin ikki lagdur fram, sigur Magnus Tausen, sum er við í einum bólki við eini átta lærarum, ið hevur sett fyrispurningin. Teir síggja ongan fyrimun við nýggju ískoytiseftirlønini, sum er ein partur av samlagstryggingini, men vísa hinvegin á, at teir missa nógvan pening yvir eitt longri tíðarskeið við at vera við í hesi skipan. Er sáttmálin galdandi? Tað vísir seg, at tað, sum vit hava fingið, hvørki er dagfest ella undirskrivað, og tí er spurningurin, um nakar sáttmáli yvirhøvur er undirskrivaður. Vit vita ikki, um Fíggjarmálastýrið hevur góðkent sáttmálan, og um hann er endaliga undirskrivaður, ella um hann enn bara er fyribils, sigur Magnus Tausen. Um ónøgd er við sáttmálan, og hann framvegis ikki er undirskrivaður, so er tað eitt gott høvi at bøta um sáttmálan, sigur Magnus Tausen. Í fyrispurninginum verður spurt um sáttmálin er undirskrivaður, og um so er, hvør hevur skrivað undir, og nær hann verður settur í gildi. Enn er ikki greitt, um nevndin fer at svara fyrispurninginum, og hon hevur ikki svara fyrra fyrispurninginum enn, sum bólkurin av lærarum hevur sett. Kunningin frá Lærarafelagnum hevur verið so mikið vánalig, at tað hava vit átikið okkum at gera, og nú hava limirnir sæð, hvat sáttmálin gongur út uppá, sigur Magnus Tausen. Tað, sum er ógvuliga tyngjandi fyri nevndina, er, at høvuðsmaðurin í samráðingunum fer frá um stutta tíð og fær sostatt eitt útgjald á 100.000 krónur. Hann og nakrir av limunum fáa sostatt eitt sera gott persónligt úrslit, sigur Magnus. Bólkurin vísir á, at samráðingarmannagongdin hevur verið ivasom, tí ein persónur hevur ført samráðingarnar, og nakrir persónar í nevndini hava fingið eitt gott úrslit. Gjørt útrokningar Yngru lærararnir hava gjørt heimaarbeiðið til hesa uppgávuna, og teir hava fingið útrokningar til vega, sum vísa, at tað als ikki loysir seg hjá einum ungum lærara í hesi skipanini. Vit fara at leggja onkrar uppsparingarútrokningar frá peningastovnunum fram. Eina alternativa uppsparing, sum vísir, hvat ein lærari kundi fingið burturúr, um hann gjørdi egna uppsparing. Lærararnir eru spentir, um Lærarafelagið fer at svara fyrispurninginum, og teir ætla sær at arbeiða víðari við hesum málinum. Magnus Tausen sigur, at tað kann enda við, at undirskiftir verða savnaðar til ein eyka aðalfund við tí endamáli at endurskoða sáttmálan. Ónøgd er heilt avgjørt millum lærararnar, og trupulleikin er heilt einfalt, at vit vita ov lítið um hesa tryggingina. Ongar útrokningar vórðu lagdar fram á aðalfundinum, og eingin talva varð víst. Dentur varð lagdur á eitt dømi, har ein kvinna sat eftir við børnum eftir eitt deyðsfall. Tí varð sáttmálin sjálvandi samtyktur. Magnus Tausen heldur ikki, at hetta var serliga sakliga gjørt, tí um vilji var til at kunna allar limirnar, so vóru vansarnir við sáttmálanum eisini komnir til sjóndar Nevndin sigur, at hetta er gjørt í besta fakfelagsanda, men spurningurin er, hvussu langt tú vilt toyggja henda fakfelagsanda, tí onkur hevur eitt roknistykki, sum er 200.000 krónur eftir reyv. Eitt fakfelag kann ikki loyva sær at binda limirnar á ein slíkan hátt, sigur Magnus Tausen. Ynski hjá bólkinum er, at fáa eftirlønarískoyti har piparið grør, og halda fast við tryggingina. Vit halda, at Lærarafelagið skal hava eina trygging, sum er eins fyri allar limirnar, sigur Magnus. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Sjómansskúlin liðugt útbygdur Útbyggingin av Føroya Sjómansskúla er nú liðug, og landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum fer í dag at handa sjómansskúlastjóranum lyklarnar til skúlan Seinnapartin í dag fer Dánjal Johan Poulsen, sjómansskúlastjóri, alment at taka í móti lidna Sjómanskúlanum frá einum av sínum gomlu næmingum, landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum, Torbirni Jacobsen. Føroya Sjómansskúli er nú endiliga liðugt útbygdur í hesum umfari. Og seinnapartin í dag millum klokkan 15 og 18 verður samkoma fyri innbodnum á skúlanum, har gestirnir umframt at vera við til sjálva yvirtøkuna eisini sleppa at síggja skúlan. Seinni verður so høvi hjá almenninginum at síggja skúlan, verður sagt í tíðindaskrivi frá Føroyua Sjómansskúla. Føroya Sjómansskúli flutti í 1962 í bygningin, skúlin framvegis húsast í. Men tað var skjótt, at greitt var, at umstøðurnar vóru ov trongar. Næmingatalið vaks, og virksemið øktist, og longu í 1978 varð tí farið at tosað um at byggja út, tí virksemið var vaksið so nógv, og hølisviðurskiftini ikki vóru nøktandi. Men her, sum so manga aðrastaðni, var ov nógv tosað og ov lítið gjørt. Tí ein sera átroðkandi útbygging dróg út. Væl var uppskot um útbygging gjørt og góðkent í 1983. Projekterað varð, og pengar vórðu settir í grunn. Men í 1987 varð alt steðgað. Og hóast onkrar hissini umbyggingar vórðu gjørdar, varð einki av nakrari útbygging. Tíggju ár gingu so, til landsstýrið endiliga fekk tikið seg saman til at seta eina bygginevnd, sum skuldi skipa fyri eini veruligari útbygging av Føroya Sjómansskúla, sum munaði nakað. Hendan útbyggingin, sum nú er liðug, fevnir um ein tilbygning upp á 860 fermetrar. Umframt er spildurnýtt stýrihús gjørt, og onkrar smærri broytingar innan, sum gera, at samlaða fermetratalið, sum umfatað er av útbyggingini, kemur upp á 1.200 fermetrar. Gamla instrumentrúmið á brúnni er ruddað og verður nú brúkt til skeiðvirksemi, fundir og tílíkt. Brúgvin er útbygd munandi. Hon er gjørd størri, nýggj trappa er gjørd, og veranda er rundan um. Innan er brúgvin heilt nýmótans. Útgjørd við teimum nýggjastu tólunum, sum eru, umframt at hon er sett í smband við simulatorrúmið í neðra. Tríggir framkomnir videoskermar eru eisini niðri í simulatorrúminum. Hesar nýíløgurnar hevur A.P.Møller-grunnurin fíggjað. Næmingatalið á skúlanum hevur seinnu árini ligið rættiliga støðugt umleið teir 100, verður sagt í tíðindaskrivi frá skúlanum. 17 eru lærararnir í tali. Skipsføraraútbúgvingin, sum er tann hægsta, skúlin letur, tekur trý ár. Men ávegis verða tvey onnur prógv latin. Eftir fyrsta árið er næmingurin vorðin heimaskipari. Hálvtannað ár tekur at at útbúgva seg til skipara, og tá næmingurin so hevur gjøgnumført øll trý árini, er hann vorðin skipsførari. Men >>et er søkort at forstå, et andet skib at føre.<< Hóast næmingurin hevur lokið trýára útbúgvingina, er hann ikki rætiliga leysur av skúlanum, fyrr enn hann hevur verið ígjøgnum eina rúgvu av skeiðum. Tað kunnu verða trygdarskeið, siglingarskeið, telduskeið, brandskeið og mong onnur, sigur Føroyua Sjómansskúli í tiðindaskrivi. Eirikur Lindenskov - Eirikur@sosialurin.fo Miðflokkurin stillar upp í Havn Sum tann seinasti flokkurin, lat Miðflokkurin inn listan til býráðsvalið í Havn, beint áðrenn freistin var úti týskvøldið. Flokkurin stillar upp 13 fólk Listin sær soleiðis út: 1. Absalon Áargarð, politistur, Millum Gilja, Hoyvík 2. Svein Askildsen, sølu- og marknaðarleiðari Gæsugøta 14 Tórshavn 3. Vagn í Geil, húsasmiður, Reynstún 28, Argir 4. Janus Gunnarsson, arbeiðsmaður, í Homrum, Kollafjørður 5. Justinus Háskor, arbeiðsformaður, Niðaragøta 66, Hoyvík 6. Pól Hentze, lærari, Dalagøta 14, Tórshavn 7. Steindor Hjaltalin, servicumaður, Vípuvegur 9, Tórshavn 8. Álvur Kirke, goymslumaður, á Bø, Kaldbak 9. Jóhannus Poulsen, arbeiðstakari, Ovaragøta 36, Hoyvík 10. Jenis av Rana, lækni, Sóljugøta10, Tórshavn 11. Tróndur Skaalum, handilslærlingur Stoffalág 42, Tórshavn 12. Elin Tausen, handilskvinna, Bakkagøta 1a, Argir 13. Charlotta á Váli Olsen, pedagog, í Svanga 1, Tórshavn Miðflokkurin hevur ongantíð havt umboð valt í Tórshavnar býráð. Men tingmaður floksins, Jenis av Rana, sat í býráðnum eitt longri skifti fyri Petur í Gongd á Borgaralistanum valskeðið 1992-96. Eygleiðarar høvdu roknað við, at flokkurin fór at stilla upp Svenning av Lofti, evangelist, sum hevur umboðað flokkin í Tórshavnar Skúlaráð, men hann er ikki á listanum. Hann er tó stillari hjá flokkinum. Fyri at fáa umboð valt í Tórshavnar býrá krevst, at listi fær um 950 atkøvður - um øll fara á val, væl at merkja. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Samdir um at bíða til í summar Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið bíða eftir einum útspæli frá Landsstýrinum Tað verða ongar samráðingar ímillum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið um nýggjan sáttmála fyri fiskimenn nú um ársskiftið, sum tað annars hevur verið vanligt Sáttmálin ímillum Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið skuldi annars ganga út 30. november, men partarnir eru samdir um at leingja sáttmálan til 1. juni. Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at orsøkin til, at sáttmálin er longdur, er, at teir vilja hava at vita, hvat Landsstýrið ætlar í pensjónsmálinum. Landsstýrið hevur nú í nøkur ár boðað frá eini nýggjari pensjónsskipan. Enn er hon ikki komin. Men nú er hon so fráboðað einaferð afturat, sigur Óli Jaobsen Hann sigur, at útspælið hjá Landsstýrinum í pensjónsmálinum fer uttan iva at fáa ávirkan á samráðingarnar. Tí hevði tað verið sera óheppið at fara undir samráðingar um nýggjan sáttmála, nú tað kanska bara eru nakrir fáir mánaðir, inntil eitt útspæl kemur frá Landsstýrinum í pensjónsmálinum. Tá ið Landsstýrið hevur gjørt av, hvat skal henda á pensjónsøkinum, verður støða tikin til samráðingarnar útfrá tí. Vilja hava pensjón Í hesum liggur eisini, at Fiskimannafelagið hevur sett sær fyri at fáa pensjónsviðurskiftini hjá fiskimonnumn í rættlag. Pensjónsmálið verður raðfest ovaliga hjá Fiskimannafelagnum. Og tað liggur í kortunum, at tað er eitt mál, sum ætlanin var at taka upp, tá ið samráðingar verða aftur. Men tað ber ikki til at gera tað, fyrrenn vit vita, hvat landsstýrið ætlar á pensjónsøkinum, tí tað fer sjálvandi at fáa týdning fyri samráðingarnar. Ætla at stytta tíðina Annars ætlar fiskimannafelagið eisini at tíðin, sum Fiskimenn kunnu vera burtur, skal styttast enn meiri. Fyri tveimum árum síðani fingu vit tíðina, sum menn kunnu vera heimanífrá, styttað úr fimm mánaðum, niður í fýra mánaðir. Men vit halda framvegis, at tað er ov leingi at burtur í fýra mánaðir út í eitt. Tað hoyrir ikki nútíðini til, at menn skulu verða burtur ein triðing av árinum í senn, og tí ætla vit at fáa tíðina styttað enn meiri, næstu ferð, vit samráðast. Men tað er yvirhøvur ikki vist, at samráðingar verða í summar, tí ongin sigur enn, at sáttmálin yvirhøvur verður sagdur upp til 1. juni. Fyribils er sáttmálin bara longdur. Tá ið tað líður út, taka vit støðu til, antin hann skal sigast upp, ella ikki. Annars hava tey fýra manningarfeløgini, Fiskimannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Motorpassarafelagið samráðst í felag hesi seinnu árini. Men tað verður so hesuferð. Maskinmeistarafelagið hevur sagt sáttmálan upp og fer undir samráðingarnar nú, sum vanligt. Skipara- og Navigatørfelagið hevur als ikki sagt sáttmálan upp, so hann er galdandi eitt ár afturat Og Motorpassarafelagið hevur heldur ikki sagt sáttmálan upp, so hann er galdandi í tvey ár afturat. Magnus Dam, Keypmannahavn - magnus@sosialurin.fo Stjórnin til reiðar at samráðast Poul Nyrup Rasmussen er til reiðar at samráðast um eitt nýtt samráðingarupplegg frá landsstýrinum, og hann bíðar nú eftir einari áheitan frá løgmanni Tey høvdu skund á skrivstovuni hjá Ríkisumboðnum á middegi. Útvarpið hevði júst borið tíðindini frá løgmanni um, at landsstýrið hevur slept fullveldisætlanini, og hesi tíðindini skuldu skjótast gjørligt niður til danska forsætisráðharran. Ein góðan tíma seinni møtti Poul Nyrup Rasmussen upp í fundarhølinum hjá 21-mannanevndini hjá Fólkatinginum, har hann millum annað kundi greiða nevndini frá tíðindunum, sum Útvarpið júst hevði borið umframt samráðingunum hósdagin. Eftir fundin segði forsætisráðharrin, at hann hevur tikið orðini hjá løgmanni til eftirtektar, og at hann skilir støðuna soleiðis, at landsstýrið nú arbeiðir við einari nýggjari loysn, sum í fyrsta umfari í øllum førum liggur innanfyri ríkisfelagsskapin. Eg bíði nú eftir einum nýggjum útspælið frá landsstýrinum. Og vit eru til reiðar at samráðast um tað útspælið, eins og vit higartil hava samráðst um fullveldismálið, segði hann. Vit hava sagt alla tíðina, at vit helst vilja hava Føroyar í ríkisfelagsskapinum, men hinvegin hava vit eisini sagt, at hetta er ein spurningur, sum føroyska fólkið avger. Eg haldi, hetta málið hevur so stóran týdning, at vit mugu bíða eftir einum nýggjum útspælið frá landsstýrinum. Eg vil ikki leggja meg út í orðaskiftið í Føroyum, og landsstýrið og løgtingið mugu nú sleppa at arbeiða við sínari ætlan í friði og náðum, segði forsætisráðharrin. ODDAGREIN: Fólkaræði og politiska upplýsingin At tað kostar pengar at fáast við politikk, løgdu tingmenn, við tingformanninum á odda, serligan dent á í fjør, tá teir hækkaðu tingmannalønina úr umleið 16.000 krónum upp í umleið 25.000 krónur. Á hesum stað skulu vit ikki taka dagar ímillum, um hetta var rætt ella ikki. Men nú fíggjarlógaruppskotið er lagt fyri tingið sæst, at landsstýrismaðurin í mentamálum hevur skarvað av játtanini til politiska upplýsing, sum er stuðul til politisku flokkarnar. Í sínari tíð varð hesin stuðul nýttur m. a. til blaðútgávu, men seinnu árini hava flestu flokkar bygt upp eina organisatión, sum kostar nógvar pengar at reka. Vit kunnu altíð kjakast um, hvørt tað er rætt, at flokkarnir fáa almennar pengar til rakstur. Men tað skerst ikki burt, at fólkaræðið verður styrkt, um allir flokkarnir eru javnt væl fyri fíggjarliga. Í øðrum londum verða flokkarnir øðrvísi fíggjaðir. Í Danmark eru Javnaðarflokkurin og fakfelagsrørslan rættuliga tætt knýtt, og verður flokkurin stuðlaður fíggjarliga av fakfeløgunum. Teir borgarligu flokkarnir verða á sama hátt stuðlaðir av vinnulívinum, men kortini hevur Fólkatingið økt munandi um fíggjarliga stuðulin til flokkarnar. Í Føroyum kenna vit einki til, at hvørki fakfelagsrørsla ella vinnulív stuðla flokkum fíggjarliga, og er tað helst tryggast, at hesum stuðul greitt er tilskilaður á løgtingsfíggjarlógini. Tað tykist kortini, sum um ávísir politikarar síggja eina fragd í pilka burtur av hesi játtan - og ofta hevur tað bara verið fyri at sæð penur út. Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið nertir mentanarnevndin hjá løgtinginum við júst hetta málið. Mælt verður til, at kontoin á fíggjarlógini verður flutt frá grein 7 undir skúlamálum, sum er >>útbúgving og gransking<< til grein 1, sum eitur >>Løgtingið<< og tað er løgtingið, sum eigur at gera greitt, hvussu politisku flokkarnir skulu stuðlast. Eyðsæð er, at hetta hevur rættuliga nógv við fólkaræði at gera. Tað er av sera stórum týdningini, at andstøðuflokkarnir eisini hava møguleika at verða við í politisku prosessini. Hetta er kanska serliga komið til sjóndar í hesum valskeiði, tá landsstýrið hevur gjørt sera nógv upplýsandi arbeiði, har spurningurin kann setast við, um tað er partapolitiskt ella ikki. Soleiðis fer altíð at vera, tí flokkarnir í samgonguni verða altíð betri fyri í so máta. Men við at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir flokkunum, verður samstundis tryggjað, at andstøðan hevur møguleikan at koma við einum konstruktivum mótspæli. Hava andstøðuflokkarnir ikki fíggjarligu fortreytirnar fyri at gera hetta arbeiði, so verður úrslitið hareftir. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Bowling er komið fyri at verða Bjarni Kyster, sum er høvuðsmaðurin aftan fyri nýggju bowlinghøllina, er sannførdur um, at nýggja ítróttin fer at fáa fastatøkur her á landi Ítróttagrein Fert tú í dag niðan á Háls í Havn, har Thomas Dam hevur bygning sín, er tað annað enn patrónir, slikk og hvítivørur, sum eru at síggja. Uttan ífrá er bygningurin kanska ikki broyttur tað heilt stóra. Okkurt nýtt er asfalterað aftanfyri, og so er ein lítil útbygningur komin afturat. Munurin sæst, tá tú fert inn gjøgnum hurðina í nýggja utbygninginum. Her er non-stop tónleikur, hópatals skíggjar, átøkir onkrum telduspæli, lýsa, og ljóðið av keylum og kúlum hongur alla tíðina í luftini. Talan er sjálvandi um nýggju bowlinghøllina, sum fyri fyrstu ferð lat dyrnar upp um vikuskiftið. Er sjálvur bitin Bjarni Kyster er høvuðsmaður aftan fyri høllina, og sjálvur sigur hann, at hann hevur havt hetta í umbúna í eina tíð. Áhugan fyri hesum fekk eg, meðan eg eitt tíðarskeið var í Danmark. Vit vóru nakrir vinmenn, sum líka sum einki høvdu at fara til. Í fótbóltinum sluppu vit ikki upp í part, og fyri at royna okkurt, gjørdu vit so at fara at bowla. Eg gjørdist beinan vegin bitin av hesum, og síðani eg kom heimaftur, hevur tankin um eina høll líka sum hingið við. Eg havi síðani gjørt eitt umfatandi kanningararbeiði, og eftir at brúkt bæði tíð og pengar til hetta, fór eg so veruliga undir at fyrireika hølini, sum eg hevði fingið til vega. Til stuttleika kann eg nevna, at á einari av ferðunum, var verpápi mín við á ferðini. Vit fóru so út at bowla okkurt kvøldið, og hóast hann ongan tíð hevði roynt tað fyrr, so gjørdist eisini hann bitin av hesum, greiðir Bjarni frá, fyri líka sum at vísa, hvussu breiðan skara ítróttin fevnir um. Skal verða ein góð løta At Bjarni, áðrenn hann fór undir ætlanina, nýtti nógva tíð og nógvan pening upp á fyrireiking, er so avgjørt ikki nakað, sum hann í dag angrar. Eg eri sannførdur um, at hetta er nakað, sum hevur loyst seg. Bæði tað arbeiði, sum eg havi gjørt í Danmark, og tað, sum eg havi gjørt í Føroyum. Hetta tíð, eg nú havi fingið eitt sera gott innlit í, hvussu arbeiðið eigur at verða gjørt. Tað er jú soleiðis, at talan er um ein hampuliga dýran tíma, tá farið verður at bowla, og so eigur kundin eisini at kunna krevja nakað afturfyri. Hølini skulu verða snøgg, og umstøðurnar annars eiga eisini at vera í lagi. Sum dømi kann eg nevna, at vit í gjár sóu onkrar smádreingir fara út á WC at fáa sær ein guv. Eg fekk beinan vegin fatur á teimum, og segði, at um hetta endurtók seg, so sluppu teir ikki inn aftur. Í dag hava teir aftur verið her, og nú skikka teir sær væl. Undir umstøðunum annars, meinar Bjarni eisini við, at tað skal vera hugnaligt at koma í høllina. Um ikki so langa tíð, fær høllin væntandi hálvt skeinkiloyvi, men tað er so avgjørt ikki ætlanin, at hetta skal vera eitt stað, har fólk drekka seg skýt. Um til dømis tú og makin fara eitt leygarkvøld oman at bowla, so kostar tað tykkum 225 kr. Tá kann tað so ikki vera meiningin, at onkur fullur persónur, sum stendur nærhendis, skal oyðileggja tykkum kvøldið. Heldur verður tað soleiðis, at fólk kunnu fáa sær eina øl, meðan spælt verður, ella kanska eitt glas av víni aftur við matinum. Kostnaðurin Sum nevnt, so er tað kansk hálvgum dýrt at bowla. Órímiliga dýrt heldur Bjarni tað tó ikki vera, og vísir í hesum sambandi á, at kostnaðurin her er lægri, enn hann er flestu staðni í Danmark. Tíðirnar í vikuni eru býttar í trígjar bólkar, har fríggja- og leygarkvøld eru tey dýrastu. Hetta kemst sjálvandi av, at tað er her, at tað ivaleyst er størstur áhugi at sleppa framat. Kostnaðurin er so, alt eftir hvørja tíð talan er um, úr 130 upp í 225 kr. fyri tíman. Íroknað hesum er leiga av skóm. Skogvarnir eru samstundis einasta útgerð, umframt kúluna, sum er neyðug. Vakrir eru teir ikki á at líta, men eisini hetta hevur sína orsøk. Royndirnar alla staðni siga, at er talan um flottar leðurskógvar, verða alt ov nógvir av hesum stolnir. Lættasti mátin at sleppa undan hesum trupulleika er, um skógvarnir eru somikið ljótir, at eingin kundi funnið upp á at stolið teir, sigur Bjarni smílandi. Spælið Sum nevnt, so kostar tímin eina ávísa upphædd, og fyri hetta fær ein so 55 minuttir á breytini. Í stuttum kann sigast um sjálvt spælið, at tað ræður um at koppa so nógvar keylur sum gjørligt við hjálp av bowlingkúluni. Fyri hvørt spæl, hevur hvør luttakari 10 royndir, og er tað ein sera einføld stigaskipan, sum ger av, hvussu nógv stig fáast burturúr. Hvør royndin er samansett av tveimum køstum. Best er sjálvandi, um tú megnar at koppa allar 10 keylurnar í einum. Eitt sonevnt >>strike<<. Tá fellur næsta royndin burtur, men umframt at fáa 10 stig fyri hetta kastið, fært tú harafturat stigini, sum tú fært tey bæði komandi køstini. Frt tú allar keylurnar at koppa í tveimum køstum >>spare<<, fært tú 10 stig, umframt stigatalið, sum næsti stoyturin gevur. Í aðrar mátar verður eitt stig latið fyri hvørja keylu, sum koppað verður. Bowlarunum nýtist tó ikki at hugsa alt ov nógv um hetta. Ein telda heldur skil á øllum hesum, og harumframt er hon so vinarlig, at hon eisini syrgir fyri, at keylurnar verða setta uppaftur, soleiðis at alt gerst so passaliga ómaksleyst hjá okkum øðrum. Ein einføld, lættskiljandi skipan, og harafturat kann nevnast, at tað eisini er einfalt at spæla.. Tað er bert at senda kúluna avstað, og so vóna, at siktið er nóg gott. Stuttleikin er so avgjørt til staðar, líkamikið á hvørjum støði bowlarin sjálvur er. Fyri nýbyrjarar er avbjóðingin kanska bara at raka inn í trunkan, meðan tey meira vandu, kanska heldur hava sum mál, at fáa so nógvar strike ella spare sum gjørligt. Líki mikið á hvørjum støði íðkararnir eru, er eitt tó púra vist. Talan er um 55 stuttligar minuttir, sum tíverri mugu sigast at ganga alt ov skjótt. Einki felag - enn Enn er so einki bowlingfelag sett á stovn, men sjálvur heldur Bjarni, at hetta allar helst fer at koma. Hetta er jú ein ítrótt, eins og so mangt annað, og tí fer eitt felag ivaleyst at koma fyrr ella seinni. Eisini tí at ítróttagreinin nú eisini tykist vera komin til oyggjaleikirnar. Her er tó ein trupulleiki, tí sum eg havi skilt tað, so skulu minst trý feløg verða í landinum, áðrenn vit kunnu melda til. Ein kann sjálvandi hugsa sær, at feløg verða sett á stovn kring landið, men tað er so bert tað eina staðið, at umstøðurnar til venjing eru til staðar. Bjarni roknar heldur ikki við, at ein onnur høll kemur til landið í bræði. Hetta tí tað neyvan er grundarlag fyri hesum. Sum dømi kann nevnast, at tey í Danmark roknað við, at upplandið fyri eini høll skal telja á leið 30.000 íbúgvar, so grundarlagið undir hesi er kanska í undirkantinum. At høllin fer at bera seg, er Bjarni tó ikki í iva um, tí sum hann sigur. Roknaði eg ikki við tí, so var eg als ikki farin í holt við hetta. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Bowling er fyri øll Hetta heldur ein fyrrverandi danmarksmeistari vera týdningamestu orsøkina til, at lutfalsliga nýggja ítróttin hevur fingið fastatøkur um allan heim Bowling Ein teirra, sum hesar fyrstu dagarnar hevur verið at sæð í nýggju bowlinghøllini er danin, Martin Højager. Hann er fyrrverandi danskur meistari, og hevur har umframt eisini roynt seg á danska landsliðnum, so talan er um ein mann, sum veit, hvat hann tosar um. Seinnu árini hevur Martin tó ikki verið so øgiliga aktivur á sjálvari bowling-breytini. Orsakað av einum knæskaða, hevur hann lagt bowlingina á hyllina, men áhugan fyri ítróttini hevur hann tó ikki slept. Ístaðin starvast hann nú sum eitt slag av konsulenti, har hann selur sína vitan til teirra, sum fáast við at gera nýggjar høllir. Fyri øll Spurdur, hvussu tað ber til, at bowling er vorðin ein somikið væl dámd ítróttagrein, sigur hann, at orsøkirnar fyrst og fremst eru tvær. Tá bowlingin tók seg upp av fyrstan tíð, varð hetta fyrst og fremst roknað, sum ein ítrótt. Høllirnar vórðu ætlaðar feløgunum, og vart tú ikki limur í hesum, slapst tú ikki upp í part. Handilsligi parturin við einum felag, er tó ikki tann stóri, og tí er bowlingin í dag broytt til eitt umtikið frítíðarítriv. Tað er jú munur á, hvussu stórur umsetningurin er, um tað bert verða seldar nakrar pylsur til ítróttafólkið, ella um talan er eina heila matstovu, við øllum tí, sum hartil hoyrir. At bowlingin so er vorðin somikið vælumtókt, tá atgongdin gjørdist lættari, kemst sambært dananum av, at hetta er ein ítrótt fyri øll. Líkamikið kyn, aldur ella førleika, so kunnu øll kappast í bowling. Við tað at talan ikki er um styrkisroynd fyri kroppin, kunnu børn kappast við vaksin, gomul sum ung kunnu dystast, og so er hetta eisini ein frálík ítrótt hjá rørslutarnaðum. Í Danmark er hetta til dømis ein væl umtókt ítrótt hjá fólki, sum situr í koyristóli. Til hetta hava tey eitt serligt stativ, sum kúlan verður løgd í, og so er bara at stilla stativið rætt, áðrenn kúlan verður send avstað. Góð høll Sum nevnt, so starvast Martin í dag sum konsulentur hjá nýggjum bowlinghøllum. Spurdur, hvat hann heldur um hesa høllina, í mun til aðrar, sum hann hevur verið við til at seta ígongd, svarar hann, at henda avgjørt er millum tær bestu. Vanliga siga vit, at ein høll við tíggju breytum ella færri er ein lítil høll. Hetta er sætta lítla høllin, sum eg havi verið til at opna, og hendan er avgjørt millum tær báðar bestu. At eg ikki sigi tann besta, kemst bert av, at her hava so nógvir trupulleikar verið av at fáa neyðugu loyvini. Hevði tað ikki verið, hevði eg helst sagt, at hendan var nummar eitt. Minnist til tíðina Annars letur Martin væl at hesum døgunum, sum høllin hevur havt opið. Sølan hevur í øllum førum verið sera góð, tí belægningurin av breytunum hevur verið omanfyri 90%. Vanliga siga vit, at um 70% av tímunum verða seldir, so er tað gott. Kanska er talan um eitt upplop, men eg rokni tó við, at undirtøkan framhaldandi fer at verða góð. Her er ikki so øgiliga nógv annað hjá ungdóminum at takast við, og so tykist mær eisini, at føroyingar hava fleiri pengar um hendi enn danir. Til dømis er hetta triðja dagin á rað, at hasar genturnar har yviri eru her, sigur hann og peikar yvireftir. - Tað kemur nærum ikki fyri í Danmark, og tað eru fleiri dømi um, at so er. Eitt seinasta hjartasuff hevur hann tó, áðrenn hann í dag setir kós aftur móti Danmark. Eg haldi, at tit í Føroyum mugu læra tykkum at koma til tíðina. Ein bowling-tími er 55 minuttir, og hann byrjar, tá bíleggingin er sett. Hava tit bílagt breytina til klokkan sjey, og koma eitt korter seinni, so hava tit bara 40 minuttir. Onkur hevur sagt, at hetta er tað, sum tit rópa >>føroysk tíð<<, men eg haldi tað vera spell, at tíðin soleiðis verður stytt, sigur fryntligi danin at enda. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Súkklukapping Seinasta súkklukappingin á árinum verður nú fyriskipað av Tórshavnar Súkklufelag. Hetta er 17. kappingin, sum felagið skipar fyri í ár Súkkling Nú árið fer at halla, skipar Tórshavnar Súkklufelag, stytt TSF, fyri seinastu súkklukappingini í ár. Henda kapping kemur í staðin fyri barnasúkklukappingina Balslev Runt, sum orsaka av um/útbygging er útsett til várs, einaferð í mai mánaði. Árliga Kappingin Balslev Runt verður so aftur á skránni í sept 2001, altso tvær súkklukappingar hjá Balslev næsta ár Tað eru súkklarar frá TSF ið hjálpa manningini hjá Balslev við kappingini, og eru tað eisini teir ið skipa hesari kappingini. Ætlanin er ikki, at kappingin skal koma ístaðin fyri Blaslev Runt, heldur skal hon roknast sum plástur á sárið meðan bíðað verður. Hetta verður ein sokallað multikapping, har børn, unglingar og vaksin súkkla sama tein, tó soleiðis, at tey eldru súkkla teinin oftari. Tað at allir aldursbólkar súkkla í einum, kann bara lata seg gera tá talan er um tíðarkoyring, tí tá eru ikki so nógvir súkklarar á vegnum í senn. Súkklað verður eftir vegnum fram við Strond, frá Føroya Sparikassa til tyrlupallin og aftur. Kappast verður um hvør súkklar teinin skjótast, og byrja súkklararnir við 1 minutti ímillum. Ikki er neyðugt hjá bólki 1 og 2 at hava kappkoyringarsúkklu, vanlig fjallasúkkla ella líknandi er í lagi. Súkklararnir eru býttir í bólkar eftir aldri: 1. Bólkur 1: Børn 9 ár og yngri. 2. Bólkur 2: Børn 10-14 ár. . 3. Bólkur 3: Unglingar 15-18 ár. 4. Bólkur 4: Vaksin. Kappingin byrjar kl. 15.00, og verður tilmeldingin á startmálinum frammanfyri Føroya Sparikassa(Gamli Fiskasølubygningurin) kl. 14.30. Tá kappingin er liðug, verða heiðursmerki handað vinnarunum, og øll børnini ið hava súkklað, fáa sodavatn, og eru tað Balslevs Timburhandil og Coca Cola, ið stuðla súkklufelagnum við hesum. Telja vit hesa kappingina við, so hevur Tórshavnar Súkklufelag í ár skipa fyri ikki færri enn 17 súkklukappingum, og so væl hevur viðrað, at bara í seinastu kappingini leygardagin 21 okt., sum var ein 50 km. tíðarsúkkling úr Kollafjørði til Ljósáir og aftur, blivu súkklararnir vátir. Tá var eittans ælið, og tað køldi súkklararnar av í Hósvík. Bara fimm súkklarar vóru við í kappingini, ein gavst vegna teknist brek, og komu hinir á mál í hesari raðfylgju: 1. Gunnar Dahl Olsen. 1.29.34 2. Evald Rasmussen 1.35.34 3. Kári Simonsen 1.41.15 4. Christian Niclasen 1.51.00 Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Hevndarstund VÍF vil hava hevnd, tá Neistin hóskvøldið kemur til Vestmanna, har fremstu liðini hjá feløgunum báðum bresta saman Hondbóltur Tveir dystir verða leiktir í fremstu hondbóltsrøðunum í kvøld, og verða teir báðir í Vestmanna. Talan er um besta kvinnu- og mansliðið hjá Neistanum, sum vitjar, og á heimaliðunum munnu tey ikki vera í iva um, at tey eiga hevnd til góðar. Seinast liðini hittust, var nevnliga seinasta leikumfarið í vár, og gjørdist úrslitið tá, at neistamenn tryggjaður sær meistaraheitið, eftir at VÍF annars hevði átt oddasessin meginpartin av kappingarárinum. Harumframt syrgdu bláklæddur kvinnurnar eisini fyri, at tær hjá VÍf vórðu skumpaðar út í gloymskuna, eftir at tær so at siga alt kappingarárið høvdu havt heiðursmerki í eygsjón. Sakna tvær Hjá monnunum er einki at ivast í, at VÍF er favorittur. Neistamenn hava als ikki somu styrki, sum teir høvdu í fjør, meðan vestmenningar tykjast púra einaráðandi. Hjá kvinnunum er VÍF eisini favorittur, men partvíst byggir favorittheitið á, at Neistin noyðist at vera tveir leikarar fyri uttan, sum tær fegnar vildu havt tøkar. Bjørg Patursson fekk eitt fullkomuliga láturligt reytt kort, tá Neistin um vikuskiftið vann á Tjaldrinum, og noyðist hon tí at sita leikbann av sær. Heldur ikki er Inga Danberg tøk, orsakað av at hon í oktober mánaði leikti ein dyst við íslendska ÍBV, har hon royndarvandi. Ivasamar reglur Einki er at siga til, at tey í Neistanum iðra seg um hetta. Tey mundu annars halda, at alt var í lagi, tí grein 4.5 í reglunum hjá HSF, Flyting millum útland og Føroyar, nevnir einki um, at leikari skal bíða í 30 dagar. Hetta er annars galdandi, tá leikari skiftur millum føroysk feløg smb. grein 4.1, men 4.5 nevnir so einki um hetta. Kortini hevur HSF av prinsipiellum ávum gjørt av, at hetta eisini skal vera galdandi í slíkum førum, og neyvan er meira, sum Neistin fær gjørt við tað. Aftur her tykist sostatt at vera ivamál um, hvørjar reglur eru galdandi á hondbóltsøkinum, so einki er at ivast í, at aðalfundurin komandi hevur okkurt at taka støðu til. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo FK-Kapping hjá teimum yngru Um vikuskiftið verður FK-kappingin hjá yngru deildunum í Havn Flogbóltur Eins og vanligt, so skipar flogbóltsfelagið, Fleyr, aftur í ár fyri FK-kapping hjá teimum yngru. Kappingin verður komandi vikuskifti, og verður sagt frá Fleyr, at 88 lið hava boðað frá luttøku. 32 dreingja- og 56 gentulið. Av tí at somikið nógv lið hava boðað frá luttøku, er gjørt av, at byrjað verður longu fríggjakvøldið, tá kvinnu- og mansunglingar saman við gentum 16 ár skulu royna seg. Ballið búi? Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Fjarhitastríðið heldur fram Fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum í Hoyvík sigur seg framvegis mangla nøktandi grundgevingar fyri prísásetingini hjá Fjarhitafelagnum. Nevndin fer aftur at seta seg í samband við býráðsformannin í Havn Stríðið um prísirnar á fjarhita heldur fram. Hóast Fjarhitafelagið hevur givið eina almenna frágreiðing um, hví prísirnir eru sum teir eru, vil fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum í Hoyvík ikki góðtaka hesar grundgevingar. Frágreiðingin frá Fjarhitafelagnum staðfestir tað mesta av tí, sum vit hava ført fram er skeivt, og tí er frágreiðingin als ikki nøktandi hjá okkum, sigur Súni Poulsen, sum er ein av fýra limum í fjarhitanevndini hjá eigarafeløgunum. Brúkararnir av fjarhita hava fingið lyfti um, at teir ongantíð gjalda meira fyri fjarhitan enn oljuna. Fjarhitafelagið sigur seg leggja prísirnar soleiðis, at hetta lyftið verður hildið. Men fjarhitanevndin hjá brúkarunum heldur, at Fjarhitafelagið brýtur hetta lyftið. Hetta er grundarlagið undir stríðnum, sum er fleiri ára gamalt. Srtíðast um gjøldini Tað eru fólk, sum búgva Millum Gilja, Eystan Gil, við Lítla Gil og Inni á Gøtu í Hoyvík, sum brúka avlopshitan frá brennistøðini á Sandvíkarhjalla. Tórshavnar kommuna og SEV eiga felagsskapin, sum verður rikin av nevnd og eini dagligari leiðslu. Brúkarar av fjarhita verða kravdir eftir trimum ymiskum gjøldum. Fyrst er tað íbindingargjaldið, tá fólk verða bundin í fjarhitaskipanina. Síðani gjalda tey eitt nýtslugjald, sum veldst um, hvussu nógvan fjarhita fólk nýta. Harafturat gjalda tey eitt fast árligt gjald. Fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum heldur, at øll trý gjøldini eru ov høgt ásett, og tað er tí, at nevndin stríðist við at fáa prísin niður ella at fáa eina óhefta kanning, sum skal gera eina niðurstøðu um prísirnar. Hesa kanning vil eingin lova fjarhitanevndini. Vil einki lova Fjarhitanevndin hevur roynt at fingið býráðsformannin í Havn upp í málið, men hann vil ikki lova fjarhitabrúkarunum nakað. Fyri trimum vikum síðani fundaðist fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum við býráðsformannin, men tað einasta hann kundi lova, var at hann kundi leggja málið fyri nevndina í Fjarhitafelagnum. Hann kundi ikki lova nakra óhefta kanning ella at býráðið legði upp í málið. Vit væntaðu okkum at fáa eitt svar eftir fundin við býráðsformannin, men tað hava vit ikki fingið, og tí fara vit at seta okkum aftur í samband við býráðsformannin, sigur Súni Poulsen, limur í fjarhitanevndini hjá eigarafeløgunum. Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, sigur seg onga viðmerking hava til málið. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Fólkakirkjan villeiðir fólk Fólkakirkjan er á veg aftur til heiðinskapin og leiðir fólk í fortapilsi, sigur Petur O. K. Olofson. Hann viðger í nýggjum bóklingi avleiðingarnar av donsku bispavitjanini á hvítusunnu Føroyska fólkakirkjan villeiðir fólk, tí hon loyvir umboðum fyri Sodoma og Gomorra inn í kirkjuna at prædika. 11 danskir bispar hava innført Sodoma og Gomorra í fólkakirkjuni, og teir eru tí umboð fyri Sodoma og Gomorra. Tá hesir bispar fáa loyvi at virka í kirkjunum í Føroyum, eru tey, sum loyva teimum tað, við til at villeiða fólk. Tey taka harvið undir við, at Sodoma og Gomorra kunnu vera ein partur av eini kristnari kirkju. Hetta heldur teologurin og fyrrverandi presturin, Petur O. K. Olofson. Hann ger í einum nýggjum bóklingi støðuna upp, eftir at ein tíð er fráliðin, síðani teir donsku bisparnir vóru á vitjan í Føroyum í sambandi við 1000 ára haldið fyri kristnanina av Føroyum. Føroyska fólkakirkjan verður til eina sekt, sum villeiðir fólk, sigur hann. Olofson vísir á, at tað er í stríð við Bíbliuna, at fólk, sum taka undir við samkyntum paralagi, sleppa at prædika í kirkjuni. Men tað var júst tað sum hendi, tá teir donsku bisparnir fingu loyvi at halda gudstænastur ymsastaðni í Føroyum annan hvítusunnudag. Við at loyva hesum bispum inn í kirkjuna at prædika viðvirkar føroyska fólkakirkjan til forføra fólk, sigur Olofson. Stríðið um bisparnar Í nýggja bóklinginum, sum Olofson hevur skrivað, greiðir hann frá tí stríðið sum var, tá teir donsku bisparnir skuldu til Føroya at halda gudstænastur annan hvítusunnudag. Stórt stríð var um hetta, tí fýra føroyskir prestar vildu ikki hava donsku bisparnar í sína kirkju at prædika. Orsøkin til tað var, at donsku bisparnir taka undir við, at samskynt fólk skulu kunna markera sítt paralag við eini hátíðarløtu í kirkjuni. Føroysku prestarnir vístu á, at samkynt paralag er í stríð við skriftirnar, og tí skal kirkjan á ongan hátt verða við í hesum. Bisparnir, sum taka undir við at loyva teimum samkyntu inn í kirkjuna, hava tí einki at gera í føroysku kirkjunum, søgdu teir fýra prestarnir. Endin var tó, at allar teir donsku bisparnir prædikaðu í føroyskum kirkjum, og tað er hetta sum ger, at Petur O. K. Olofson nú ger støðuna upp. Kirkjan villeiðir Olofson sigur, at bispur og teir 15 føroysku prestarnir, sum tóku undir við, at teir donsku bisparnir kundu koma í føroysku kirkjurnar at prædika, harvið siga gott fyri, at teir donsku bisparnir, sum førføra og villeiða fólk, kundu verða ein partur av fólkakirkjuni. Guds orð sigur púra greitt nei til at fólk skulu liva sum samkynt. Tá so teir donsku bisparnir taka undir við, at kirkjan skal hátíðarhalda samkynt paralag, so gerast teir til umboð fyri Sodoma og Gomorra, og tá seta teir seg harvið uttan fyri tí kristnu kirkjuna, sigur Olofson. At hesir bisparnir síðani sleppa inn í føroysku kirkjurnar at prædika ger, at eisini tann føroyska fólkakirkjan tekur undir við eini villeiðing av fólkinum, sigur hann. Olofson sigur, at kirkjan kann ikki liva lívið fyri fólk, men hon skal verða eitt ljós og vísa fólki rætta vegin sambært skriftunum. Men sum gongdin er nú, er fólkakirkjan er á veg aftur til heiðinskapin og leiðir fólk í fortapilsi, sigur Olofson. Mugu stríðast ímóti Petur O. K. Olofson sigur, at orsøkin til, at hann hevur skrivað bóklingin er, at tað er neyðugt at gera støðuna upp. Um vit liva víðari sum um einki var hent, góðtaka vit tað sum hendi á hvítusunnu. Og vit góðtaka harvið eisini eina villeiðing av kirkjufólkinum. Uppgeva vit stríðið, verða vit eisini sek í ranglæruni, sigur Olofson. Tað sum teir dosku bisparnir gera, við undirtøku frá bispi og 15 føroyskum prestum, er ein svikagerð ímóti Guds orði. Sjálvandi vilja teir, at vit skulu halda fram sum um einki var hent, men tað gera vit ikki. Danski presturin, sum er búsitandi í Klaksvík, sigur, at hann hevur skrivað bóklingin, sum kallast "Bispebesøget" fyri at greiða fólki frá, hvat tað í grundini var, sum hendi á hvítusunnu, og hvat Bíblian sigur um tað. Bóklingurin finnist í umleið 2000 eintøkum og fæst frá ymsum fólki í landinum. Hann er ikki til keyps í bókabúðunum. John Johannessen - john@sosialurin.fo Samgongan samd um sjálvstýri Eftir drúgt fundarvirksemi seinstu dagarnar letur til, at flokkarnir í samgonguni eru vorðnir samdir um ein nýggjan leist til føroyskt fullveldi Samgongulimir eru komnir væl ávegis til eina semju um eina hóvliga gongd fram móti fullveldinum. Hetta frætta vit frá samgongulimum eftir nógva fundarvirksemið, ið hevur verið bæði innanhýsis í flokkunum og millum flokkarnar í samgonguni seinastu dagarnar. Drúgva fundarvirksemið tykist hava borið frukt. Samgonan boðaði fyrrapartin í gjár frá, at landsstýrið fór at halda tíðindafund um ætlanir landsstýrisins í sjálvstýrismálinum í gjár klokkan fýra. Hetta er eftir at dagsins Sosialurin varð prentaður. Seinastu dagarnar hava ábendingar verið um, at samgongan møguliga fór at slitna, og Fólkaflokkurin hevur dúgliga fríggjað til Javnaðarflokkin. Men formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, hevur eingi boð fingið frá Fólkaflokkinum um at Tað kann hugsast, at útmeldingarnar frá Fólkaflokkinum hava verið ein máti at fáa Tjóðveldisflokkin á glið, segði Jóannes Eidesggard við útvarpið fyrradagin. Hetta tykist eisini vera rætt, tí sum vit skilja á samgongulimum, eru partarnir um at semjast um eina ætlan, har fullveldi liggur einaferð frammi í tíðini. John Johannessen - john@sosialurin.fo Tekur við starvinum í mei Joen H. Andreassen miðar eftir at taka við søguliga álitisstarvinum sum løgtingsins umboðsmaður í mai 2001 Løgtingið samtykti í gjár at seta Joen H. Andreassen, dómara, í starv sum fyrsti løgtingsins umboðsmaður í søguni. Joen H. Andreassen arbeiðir í løtuni sum dómari við Føroya Rætt, og tískil fær hann ikki tikið við nýggja starvinum beinan vegin Eg havi eina uppsagnartíð á tríggjar mánaðir, og eg havi enn ikki biðið um at verða loystur úr dómarastarvinum. Men eg miði eftir at náa tað, so eg kann taka við starvinum sum løgtingsins umboðsmaður 1. mai næsta ár, sigur Joen H. Andreassen. Álitisstarv Tað fylgir stór ábyrgd við starvinum sum løgtingsins umboðsmaður. Talan er um eitt starv, sum í høvuðsheitum snýr seg um at hava eftirlit við allari fyrisitingini í Føroyum. Løgtingsins umboðsmaður skal í roynd og veru virka sum ein kærustovnur hjá einstaka borgaranum mótvegis politisku skipanini og fyrisitingini. Joen H. Andreassen er enn ikki heilt greiður yvir, hvørjar uppgávurnar í hesum sambandi fara at verða, men hann hugsar sær, at arbeiðið fer at líkjast arbeiðinum hjá Fólkatingsins umboðsmanni Síðani vit fingu nýggju stýrisskipanarlógina hava vit fleiri ferðir upplivað, at kanningarstjórar eru settir at kanna embætisførsluna hjá landsstýrismonnum, tí ivasamt hevur verið, um landsstýrismenninir hava brotið landsins lógir. Um vit fara at sleppa undan hesum mongu kanningarstjórunum, nú vit fáa ein løgtingsins umboðsmann at hava eftirlit við fyrisitingini, veit Joen H. Andreassen ikki. Eg má fyrst kanna nærri hvar mørkini liggja millum ymisku stovnarnar og hvørjar heimildir eg havi, sigur nýútnevndi løgtingsins umboðsmaður. Drúgvar royndir Joen H. Andreassen er væl egnaður til starvið sum løgtingsins umboðsmaður. Hann er útbúgvin løgfrøðingur og hevur drúgvar royndir sum dómari í Føroya Rætti. Joen H. Andreassen er 67 ára gamal, men í lógini um løgtingsins umboðsmann er einki aldursmark. Lógin sigur bert, at umboðsmaðurin so vítt gjørligt skal vera útbúgvin løgfrøðingur. Nýútnevndi umboðsmaðurin er í løtuni staddur á Keypmannahavn á árligu dómararáðstevnuni. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Lágtrýstið við Føroyar grynnist, meðan lágtrýstið yvir Írlandi fer móti Norðsjónum. Lágtrýstið yvir Norðsjónum fer norðureftir og gevur meira høgætt og kaldari veður hjá okkum. Veðrið í dag: Lot til andøvsgul av landnyrðingi og sólglottar, men kanska okurt ælið. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið leygardagin: Andøvsgul upp í ein strúk av norðI og regn av og á. Hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið sunnudagin: Gul til stívt andøvsgul av norðI og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og norðI og ælingur, partvís kavi og hitin millum 1 og 4 stig. Í gjár: Lágtrýstið við Føroyar grynnist, meðan lágtrýstið yvir Írlandi fer móti Norðsjónum. Í dag: Lágtrýstið yvir Norðsjónum fer norðureftir og gevur meira høgætt og kaldari veður hjá okkum. Nýggj ferðaætlan Nýggja ferðaætlanin hjá Strandfaraakipum Landsins er komin. Størsta broytingin í mun til gomlu ætlanina er, at flogrutan stendur fyri seg Ferðaætlan Nýggj ferðaætlan, sum er galdandi frá 1. november 2000 til 31. oktober 2001, er komin. Nýggja ferðaætlanin líkist rættiliga nógv teimum undanfarnu. Størsta broytingin er, at flogrutan er fyri seg, og at permuliturin hesaferð er grønur. Flogrutan millum Farstøðina á Bursatanga og flogvøllin í Vágum hevur í nýggju ferðaætlanini fingið egið plás á síðu 22. Eitt annað, sum nýtt er í hesum sambandi, er at í nýggju ferðaætlanini eru frámerki, sum vísa, hvat flogfar tað er, rutan koyrir í samband við. Aftast á síðuni eru ávikavist búmerkini hjá Atlantsflog og Maersk Air, sum vísa flogsambandið. Í aðrar mátar eru ikki tær stóru broytingarnar at síggja soleiðis í fyrsta eygnakasti. Smyril fer til Vágs eina ferð um vikuna, og Tróndur gamli er ikki so at sleppa av við. Hann siglir enn sum áður um Skopunarfjørð og út í Hest. Men bussarnir koyra framvegis, sambært ferðaætlanini hjá Strandfarskipum Landsins, úr Skálabotni. Tað skal, eftir hvat staðkend fólk og gomul landalæra siga, verða Skálafirði. Hátíðarhald í Kollafirði Í gjár hátíðarhildu kollfirðingar, at tríati ár eru liðin, síðan skúlin varð vígdur Kollafjørður: Børnini í Kollafirði vóru í gjár í 30 ára føðingardegi hjá skúlanum. Millum gestirnar vóru Trølla Pætur og klovnar. Tað var ikki vanligur skúladagur sum so í Kollafirði í gjár. Skúlin hevði avgjørt, at dagurin skuldi haldast eitt sindur øðrvísi enn vanligir dagar. Skúlin skipaði fyri hugnaløtu í skúlanum fyri skúlabørnunum. Millum annað var Kári Sverrisson í skúlanum og sang fyri børnunum. Borðreitt varð við kaka og bollum, sum foreldur høvdu latið. Tey vóru eisini við í skúlanum og hjálptu til undir sjálvum tiltakinum, sigur Karin Hammer, skúlatjóri í Kollafirði. Skúlastovurnar vóru prýddar við ballónum í ymsum litum, sum lærarar á skúlanum høvdu sitið og blást upp. Næmingar, sum fyrr hava gingið í Kollafjarðar Skúla, fingu høvi at síggja seg sjavan aftur á myndum, sum tiknar eru av flokkunum, ið hava gingið í skúlanum hesi árini. Hesar myndirna vóru hongdar upp í skúlanum, og kundi so almenningurin koma framvið og síggja tær. Seinnnapartin skipaði Kollafjarðar bygdarráð fyri ymsum tiltøkum fyri tey yngru børnini í bygdini. Tað vil siga børnum, sum ikki eru farin í skúla enn. Hildið var, at tey eisini eiga at læra skúlan at kenna, áðrenn tey skulu brúka hann dagliga, so bygdarráðið beyð teimum til ymisk upplivilsi í skúlanum. Her var tað, at millum onnur Trølla Pætur og klovnarnir undirhildu. Í gjárkvøldi skuldi so vera hugnaløta í fimleikarhøllini við ymsum til undirhalds. Millum annað ein filstubbi, sum tikin varð upp, tá flutt var í skúlan í 1970. Tað ganga í løtuni 134 børn í Kollafjarðar Skúla. Frá fyrsta til sjeynda flokk. Tá kollfirðingar fara í framhaldsdeildina, fara tey til Havnar. Tey fara í Eysturskúlan. Fyrr gingu kollafjarðarbørn í Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Men eftir at Kollafjørður hevur lagt saman við Havnini, fara tey til Havnar at ganga í framhaldsdeildina. Fyrsti flokkurin byrjaði eftir summarfrítíðina í ár. Tey, sum í ár ganga í níggjunda flokki, eru á Oyrarbakka. Tey eru tey seinastu, sum fóru tann vegin og sleppa at gera seg liðug har. Annars letur Karin Hammer, skúlatjóri, at, at skúlin er ov lítil til næmingatalið. Eitt sindur verður bøtt upp á tað, nú ítróttarhøllin verður bygd oman fyri skúlan. Tá verða samstundis nakrar serstovur bygdar, sum skúlin skal brúka. Karin Hammer sigur, at skúlin í grundini longu var ov lítil, tá hann varð tikin í brúk fyri 30 árum síðan. So longu tíggju ár seinni, í 1980, varð bygt uppí. Og nú er aftur ov trongt. Men kortini leggur skúlin høli til læknaviðtalu, sigur skúlatsjórin, og dylur ikki fyri, at hon fegin vildi havt tey hølini til skúlabrúks, og at læknin fekk onnur høli at vera í. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Nýggj bilhús til sjúkrabilarnar Sjúkrabilarnir á Landssjúkrahúsinum í Havn fáa nýggja útkoyring og nýtt bilhús. Tað lættir nógv um og ger, at bilarnir kunnu koma skjótari á staðið Arbeiðið við at gera nýtt bilhús er farið í gongd, og menn hava fylt teir fyrstu formarnar við betongi. Bilhúsið verður eini 200 fermetrar til víddar. Samstundis sum nýtt bilhús verður bygt, fáa sjúkrabilarnir eisini nýggja útkoyring. Alt hetta fer at lætta um arbeiðið hjá portørunum á Landssjúkrahúsinum. Nú koma sjúkrabilarnir beint út á høvuðsvegin á Frælsinum. Fyrr skuldu bilarnir fyrst afturum bygningin hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum, áðrenn ferð kundi setast á sjúkrabilin á høvuðsvegnum. Henda útkoyringin var eisini nakað smøl, tá talan er um bráfeingis sjúkraflutning. Fyrimunurin er eisini, at áður komu sjúkrabilarnir út á Frælsið miðskeiðis í brekkuni, og tað kann vera keðiligt í hálku. Har útkoyringin er nú, er vegurin slættur. Farið varð undir arbeiðið fyri stuttum, og ætlanin er, at tað skal vera liðugt áðrenn jóltíðir. Peningur varð annars játtaður í fjør, men arbeiðið byrjaði ikki fyrr enn nú eftir summarfrítíðina. Sjúkrabilarnir hava staðið niðast í Almanna- og Heilsumálastýrinum, men tað er nú innrættað, og sjúkrabilarnir fáa sítt egna hús at standa í. Nógvir bilar hava altíð staðið á økinum, har sjúkrabilarnir hava staðið parkeraðir, tí hetta hevur verið parkeringsøki hjá øllum teimum, sum hava havt sína dagligu gongd í bygninginum hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum. Privatbilar hjá fólki skulu framvegis koyra inn aftanfyri, um tey ætla at seta bilin har, tí alt er lagt soleiðis til rættis, at eingin gjøgnumkoyring verður, har sjúkrabilarnir standa. Bilhúsið verður bygt út ímóti vegnum. Allir sjúkrabilarnir skulu nú standa inni í bilhúsinum, so portørarnir sleppa frá at leita eftir nøkrum av bilunum undir kavanum, tá hann fellur um oyggjarnar. Dagfinn Olsen - dagfinn@sosialurin.fo Spælimenninir fyri 3 milliónum áhoyrarum Spælimenninir í Hoydølum kallaðust tey fyrr, menn tey ferðast víða. Nýliga spældu tey fyri stórum lurtaraskara í USA og til ber at síggja og hoyra hetta á alnetinum Spælimenninir eru óivað tann tónleikabólkur í Føroyum, ið hevur verið virknast og er komin longst uttanfyri landoddarnar. Spælimenninir hava júst verið á enn eini konsertferð í USA og leiktu har 14 konsertir. Leygardagin 28. oktober spældu Spælimenninir á eini útvarpsstøð í Minnesota. Eini 3 milliónir lurtarar eru til støðina. Nærum alt USA hoyrir støðina. Spælimenninir hava fleiri ferðir áður vitjað í USA og hava 4 ferðir áður spælt á útvarpstøðini. Hetta í árunum 1980 til 1990. Til ber at síggja og enntá hoyra framførsluna hjá teimum. Talan er um eitt væl umtókt útvarps-show. Trýstir ein seg inn á www.prairiehome.org og síðani leitar til Show Archive - october 2000, (28.okt.) so ber til at síggja og hoyra Spælimenninar live. Umframt tónelikin, so er prát og tað er sera hugnaligt og skemtiligt, tú verturin og limirnir í Spælimonnunum kennast væl frá undanfarnum luttøkum. Minnisvarðin í Vági dagførdur Minningarhald var eisini í Vági 1. november, allahalgannadag. Minningarhald vóru kring landið tann 1. november, minningardag teirra, ið fórust á sjónum. Í Vági varð ein pláta løgd afturat teimum verandi plátunum. Á hesi nýggju plátuni eru nøvnini á teimum, ið síðani 1979 eru farnir á sjónum. 11 Vágbingar hava latið lív á sjónum síðani 1979. Sjómanskvinnuringurin í Vági skipaði fyri tiltakinum og eftir minningarhaldið var ein drekkamunnur at fáa í Meingheitshúsinum. Ólavur Rasmussen, prestur í Hvalba, talaði við minningarhaldið í Vági. Dagfinn Olsen - dagfinn@sosialurin.fo Skulu kryvja 15.000 tons árliga Í Klaksvík eru menn farnir undir at kanna møguleikarnar fyri at byggja eitt kryvjivirki til 15.000 tons av laksi árliga Tað eru P/F Faroe Salmon og P/F East Salmon í Klaksvík, ið ætla undir at byggja eitt kryvjivirki. Jón Purkhús, stjóri á Faroe Salmon, sigur við Norðlýsi, at teir hava kannað møguleikarnar fyri at fáa ein av verandi virkisbygningum í Klaksvík til endamálið. Men teir eru komnir til ta niðurstøðu, at skal eitt vælvirkandi hús fáast til 15.000 tons av laksi árliga, so er besta loysnin at byggja ein nýggjan bygning. Menninir aftanfyri ætlanina um eitt laksakryvjivirki til 15.000 tons av laksi árliga fara nú at søkja kommununa um byggiloyvi á vestursíðuni av Klaksvíkini til eini hús, ið verða 70x20 metrar, ella um 2100 fermtrar. Faroe Salmon hevur eisini ætlanir um at víðka, sigur Jón Purkhús við Norðlýsi. Hann sigur, at Faroe Salmon hevur ætlanir um at byggja eina høll sunnanfyri smoltstøðina í Knúsdali á Kalsoynni. Hetta er ein høll uppá 700 fermetrer. Byggiloyvið er fingið til vega frá Húsa Kommunu. Ætlanir eru eisini um útbygging norðureftir, um loyvi fæst til hetta, sigur hann við blaðið lokalblaðið í Klaksvík. John Johannessen - john@sosialurin.fo Nú bragdar hjá samgonguni Samgongan er eftir drúgt fundarvirksemi við at semjast um ein nýggjan politikk í ríkisrættarliga spurninginum Samgongulimir eru komnir væl ávegis til eina semju um eina hóvliga gongd fram móti fullveldinum. Hetta frætta vit frá samgongulimum eftir nógva fundarvirksemið, ið hevur verið bæði innanhýsis í flokkunum og millum flokkarnar í samgonguni allan dag. Drúgva fundarvirksemið tykist hava borið frukt, soleiðis at tað fer at eydnast samgonguni at koma við einari felags útmelding um framtíðar politkkin hjá samgonguni í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna. Í løtuni halda landsstýrisumboðini í samgonguni fund um støðuna. Sum skilst á løgmanni fer at bera til at avgreiða hendan fundin rímiliga skjótt. Løgmaður roknar í øllum førum ikki við at skula sita á fundi í nátt. Vit høvdu fyrr í dag ein ógvuliga positivan og uppbyggjandi fund, men gongdin er tó ikki heilt liðug enn. Tó vænti eg, at vit kunnu koma við eini felags útmelding einaferð um middagsleitið í morgin, sigur løgmaður. Seinastu dagarnar hava ábendingar verið um, at samgongan møguliga fór at slitna, og Fólkaflokkurin hevur dúgliga fríggjað til Javnaðarflokkin. Men formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, segði við útvarpið í kvøld, at hann enn eingi boð hevði fingið frá Fólkaflokkinum um at koma til samráðingar. Tað kann hugsast, at útmeldingarnar frá Fólkaflokkinum hava verið ein máti at fáa Tjóðveldisflokkin á glið, segði Jóannes Eidesgaard við útvarpið. Hetta tykist eisini vera rætt, tí sum vit skilja á samgongulimum, eru partarnir um at semjast um eina ætlan, har fullveldið liggur einaferð frammi í tíðini. Leif Waag Høgnesen Sosial og vinnupolitikkur Sosialmál, og sonevnd "bleyt" virði verða altíð søgd at verða hjartamál javnaðarfloksins - og so er og hevur altíð verið. Sosialmál, og sonevnd "bleyt" virði verða altíð søgd at verða hjartamál javnaðarfloksins - og so er og hevur altíð verið. Í søguligum baksýni síggja vit hvussu javnaðarflokkurin var tann, ið byrjaði tað vit í dag kalla, "veruligan sosialpolitikk" sum tryggjar tey veikastu í samfelagnum eina so sømuliga tilveru sum tilber. Øll tey sosialu trygdarnet sum finnast í føroyska samfelagnum í dag: Lønarrættindi fólka, avlamis og framskunda fólkapensión, arbeiðsstuðul, samhaldsfasti o.s.fr. Aðrir flokkar eru síðani komnir og hava roynt at drigið hesu sjónarmið javnaðarflokksins inn í stevnuskráir sínar fyri at tekkjast parti av stóru veljarafjøld javnaðarfloksins. So kalla sosialpolitikkur hjá hinum flokkunum er bert kávalatið, politiskt "hermaríð" og atkvøðujagstran. Til tey sum skulu ivast: Skal sosialtrygd vera í Klaksvík og restina av landinum er einasta varuga loysn at fara á val og velja javnaðarflokkin sterkan inn í Klaksvíkar Býráð. So er tað kanska tey, sum siga - hvat við vinnupolitikkinum? Hvønn vinnupolitikk hevur javnaðarflokkurin. Ímynda tær ein hugssjónarríkan m/k í ætlar sær undir eitt nýtt og spennandi virki. Hvar skal hann byggja virkið? Lat okkum hyggja eftir hvørja fortreytir skulu vera uppfyltar. 1. Flutningsmøguleikarnir skulu verða góðir! 2. Økið, byggjast skal á, skal vera nóg stórt til menning, framleiðslu, goymslu, parkering við meira. Klaksvík og onnur støð skulu lúka hesar treytir. Men hvat kann so vera tað í avgerð hvar virkið verður bygt? Jú - nevniliga ein virkin og visionerur sosialpolitikkur. Tí hvat er umráðandi, sera umráðandi fyri fólk í bestu árum, ið eru á arbeiðsmarknaðinum - Jú, góðir ansingar møguleikar til børnini og eingin bíðitíð - og hettar er so segði Onkel Joakim - sød musik í oyrum arbeiðisgevarans, tí væl nøgd starvsfólk eru virkisfús starvsfólk. Vel Javnaðarflokkin! John Sigurd Joensen, Vinnulívs- og fiskimenn eiga æruna Tað eru okkara vinnulívs- og fiskimenn, og tey, sum arbeiða fiskin, sum eiga æruna. Tað eru okkara vinnulívs- og fiskimenn, og tey, sum arbeiða fiskin, sum eiga æruna. Høvdu vit ikki so raskar vinnulívs- og fiskimenn í Klaksvík, tá kreppan rakti okkum fyrst í nítiárunum, tori eg at siga, at Klaksvíkin var fólkatóm í dag. Hóast kreppan rakti okkum meint, góvust teir ikki á hondum. Ótroyttiliga baksaðu teir víðari, og Gud havi lov fyri teirra treiskni. Sjálvt um lítil fiskur var, hildu teir fram, og seinast í nítiárunum sendi tann, sum øllum valdar, fisk aftur inn á grunnarnar. Fiskaríið var gott, prísirnir methøgir, og tað besta av øllum, Klaksvíkin byrjaði at blóma aftur. Takka veri okkara fiski- og útróðrarmonnum og teimum, sum arbeiða á fiskavirkjunum, fyri teirra stríð og strev, uttan teirra ótroyttiliga stríð á havinum, vr Klaksvíkin ein saga blot. Takk skulu tit hava. Tí má Klaksvíkar kommuna gera tað so, at okkara fólk, sum drívur fiskivinnu - alivinnu, fáa tær bestu sømdir, teir veruliga hava uppiborið. Hetta vil eg vera við til, um eg verðið valdur í býráðið. Gott val. Fiskivinnan er okkara arbeiðsgevari. Kommunalt sjálvræði Við íløgumarkinum, uppgávum uttan samsvarandi inntøkur, við lóg og avgerðum sýgur landsstýrið allan merg úr kommunala sjálvstýrinum Havi sett løgmanni fyrispurning um samsvarið millum stýrisskipanarlógina og ta viðferð, sum kommunurnar fáa frá løgmanni og landsstýri. Løgmaður skal í tinginum greiða frá, fyrst hvat mark grundlógin og stýrisskipanarlógin seta fyri uppílegging frá landsins síðu í viðurskiftini hjá kommunum, og síðani hvønn týdning europeiski sáttmálin um lokalt sjálvræði hevur havt fyri arbeiðið hjá løgmanni og landsstýri við teimum lógum og fíggjarmálum, sum viðvíkja kommunum. Kommunalt vald Bæði grundlógin og stýrisskipanarlógin siga, við næstan somu orðum, at tað lokala samfelagið hevur ein rætt at skipa egin viðurskifti. Stýrisskipanarlógin nýtur orðini "rættur kommununa". Men hesin rættur er ongin rættur, um hann verður stikaður inni í ein tronga. Fáa kommunurnar so stutt boð, at tær ikki fáa røkt sínar skyldur mótvegis borgarunum, ikki skipa egin viðurskifti á ein skilagóðan og miðvísan hátt, ja - so er brot framt á stýrisskipanarlógina. Landið kann avmarka, men ikki avtaka kommunala sjálvræði. Men tá nú landsstýrið fremur alskins broytingar í tí veruliga valdsbýtinum millum land og kommunur, mugu vit spyrja, um ikki løgmaður og landsstýrið gera seg inn á stýrisskipanarlógina. Fólkaræði nær at fólkinum Londini, ið limir eru í Europaráðnum, harímillum Danmark, hava tikið undir við sáttmála, sum tryggjar lokala sjálvræði. Í honum verður sagt, at kommunala sjálvræðið er fortreytin fyri eini demokratiskari skipan, har stýrið er so nær borgarunum sum til ber. Landsstýrið hjá okkum heldur seg kunna avmarka kommunalu íløgurnar uttan nærri grundgeving fyri, hvussu hetta samsvarar við tørvin í teimum ymsu kommununum. Landsstýrið flytir uppgávur, men ikki inntøkur frá landi til kommunur. Tað tykist tíverri, at okkara kommunur missa bæði sjálvræði og neyðugar miðlar. Heðin Mortensen løgtingsmaður Keyp av ognum og viðgerð av borgarum Í Dimmalætting 21/10 2000 stendur grein við yvirskriftini "valstríð um eina grillbarr", har víst verður á, at fyrrverandi borgarstjórin í Fuglafirði, Sigfríður Vørðhamar, fýlist at meirilutanum í kommununi, sum hevur keypt eina ogn fyri 940.000 kr. Frágreiðingin um prísin er heldur ógreið endurgivin í blaðgreinini og vil eg tí skoyta uppí, at nevndi eigari ikki sambært fyriliggjandi avtalu fær 940 t. kr. útgoldnar, men 800.000 kr. + grundøkið uppá 400 m2 til at byggja nýggja grillbarr á. Umframt keypið skrivar Sigfríður Vørðhamar í grein í blaðnum 20 oktober, um "meirilutan" í býráðnum, at "hesin arbeiðir á so lágum støði, at eg orki ikki at vera við meira". Um hann meinar við, hvat býráðslimir gera uttanfyri býráðsgátt, so havi eg ongar viðmerkingar til tað her, men tá hann sipar til, at m.a. borgarar verða ymiskt viðgjørdir, so fari eg hervið at vísa hesum aftur, sum ósannindi. Sjálvandi hevur Sigfríður fullan rætt til at hava sína meining um hetta mál, men tá hetta nú hevur skapt slíka øsing, og hann, nú hann ikki stillar uppaftur, velur at fara í bløðini fyri at vísa á skeivleikar, sum núverandi meiriluti hevur gjørt, og m.a. ákærir býráðið fyri ikki at viðgera borgarar eins, so skal eg koma við hesum upplýsingum/viðmerkingum: Málsgongdin í sambandi við frammanfyri nevnda keyp: Á fundi í teknisku nevndini hjá kommununi í maj mánaði í ár varð uppskot lagt fram av Jann Toftegaard, býráðslimi, um at fara í samráðingar við eigaran av matr. nr. 708 og 709 í Fuglafirði um keyp av ognum hansara. Uppskotið varð einmælt samtykt. Býráðsleiðslan tók hesa samtykt í álvara, og varð sostatt farið undir arbeiðið. Eftir tríggjar samráðingarfundir gjørdu partarnir avtalu um ein prís, treytað av góðkenning frá býráðnum og kommunala eftirlitinum. Málið varð síðani fyri á fundi í fíggjarnevndini í juni mánaði, har avgjørt varð at útseta tað til eftir summarfrítíðina. Eftir summarfrítíðina varð málið lagt fyri teknisku nevndina og síðani fíggjarnevndina, sum báðar mæltu til at taka undir við avtaluni. Málið varð síðani lagt fyri býráðið, har tað við fyrstu viðgerð varð samtykt við 6 atkvøðum fyri og ongari ímóti, og við aðru viðgerð varð samtykt við 6 atkvøðum fyri og 3 ímóti. Omaná alt tosið um hetta keyp er komið fram, at tað er skeivt at tvinna "keyp av ognini til at fríðka um sandin" saman við keypsprísinum. Álvaratos hvat hava menn hugsað sær, tá teir úttala seg soleiðis? Tað, at broyta eitt økið - frá at hava veri til nýtslu til eitt ella annað endamál, veri seg privat ella vinnuligt - til at verða alment fríøkið, og at keypa eina ogn til endamálið, má tað ikki altíð hava eina peningajáttan við sær - bæði tá talan er um kommunur og aðrar myndugleikar ?? - Tá býráðið í síni tíð hevur tikið avgerð um at leggja økið út til fríøki, so má tað hava verið við í støðutakanini, at tú innan alt ov langa tíð skuldi keypa hetta. Grundgevingar fyri keypinum: Sum eg eisini havi greitt frá fyrr, so er orsøkin til keypið, at økið har ognirnar liggja, fyri yvir 20 árum síðani er lagt út til alment fríøki. Hetta merkir m.a. at onki skal byggjast á økinum. Hóast hesa áseting, so hevur býráðið í 1989 givið loyvi til at hava grill her (hetta sigi eg ikki fyri at lasta nakran ávísan fyri tað, men fyri at vísa á veruleikan). Nú kann ein so siga, at tá økið er fríøki, so kann onki byggjast ella broytast á økinum. Hetta hevði kanska hildið løgfrøðisliga, men eg ivist í, um tað ber til hjá einum býráðið at handla soleiðis. Hvat um eins egna ogn bleiv løgd út til fríøki, har tú kanska hevði títt virkið?? Hevði tað ikki verið nærliggjandi at kravt kommununa at keypt ognina, innan rímiliga tíð, um tú ikki fekst gjørt tað sama við ognina, sum tú kundi, tá tú útvegaði hesa? Umframt at ognin liggur á almennum fríøki, so hevur virksemið havt ampar við sær fyri grannarnar, sum tí hava klaga um, at hetta slapp at halda fram. Hildið varð tí eisini, at tað hevði stóran týdning fyri umhvørvið, at hetta virksemið verður flutt á miðstaðarøkið, har tað náttúrliga hoyrir heima. Húsaprísir fyrr og nú: Tá umræður høgar húsaprísir, so røkkur minnið kanska ikki so langt aftur. Eg hevði ikki ætlað at blandað onnur mál inn í hetta, men tá tað nú er so átroðkandi at reka valstríð við hesum, so vil eg minna allar borgarnar í kommununi á, at sami persónur, sum fýlist á hetta, var formaður í kommununi, tá ein ogn varð keypt fyri uml. 3 mió kr., sjálvt vælvitandi um, at hendan fá ár frammanundan varð bygd fyri 1,1 mió kr. Fyri at gera hesa ogn nýtiliga til fyribils brandstøð, vórðu 2-300 túsund krónur nýttar aftrat til hendan bygning, sum stendur á leigaðum øki. Sambært málsviðgerðini hjá kommununi var ikki talan um kapping um keyp, har kommunan varð noydd at bjóða yvir øðrum, men eins og í frammanfyri nevnda keypi var talan um, at kommunan samráddist við seljaran um prís, enntá var tað tá seljarin, sum vendi sær til kommununa um henda handil. Hallbjørg Hansen, býráðsformaður í Fuglafirði >>Eingin norðmaður er til<< ""Eingin norðmaður er til," segði Ove Høegh Guldberg á sinni. Fullkomiliga meinlík hugsan roeður enn, tá ið tað snýr seg um Føroyar..." "Eingin norðmaður er til," er í okkara tíð avloyst av at "eingin føroyingur er til."" Orðini eigur Jørgen-Frantz Jacobsen og hann skrivaði tey í 1927, tá ið føroyskt sjálvstýrisstríð eisini var hart, í bók síni Danmark og Føroyar, sum enn er verd at lesa. Eisini sum blaðmaður á danska dagblaðnum Politiken royndi Jørgen-Frantz Jacobsen - sum hevði fylt 100 ár 29. november í ár - at fáa Danmark at skilja, at so leingi sum Danmark ikki vildi viðurkenna føroyingar tjóðskaparliga, so leingi fóru viðurskiftini landanna millum at vera eitt problem. Hann bendir danskarum á, at Føroyar tjóðskaparliga hava aldri verið, eru ikki og verða helst ongantíð danskar, men "Hetta gera danir soer ikki greitt. Teir halda seg til amtið og ta felags grundlógina og hyggja alt tað teir eru mentir burtur frá søguliga og tjóðskaparliga fremmandaskapi Føroya." Tjúgu ár eftir at Jørgen-Frantz skrivaði hetta, varð úrslitið av fólkaatkvøðuni sópað av borðinum og Heimastýrislógin ásett, samtykt av sambandsveinginum og pørtum av sjálvstýrisveinginum sum nøgtandi fyri føroysk tjóðskaparlig krøv, við tað at lógin varð tulkað sum viðurkenning av føoyingum sum serstakari tjóð við egnum roettindum. Nú er henda tulking fyrstu ferð í reinum orðum opinlýst vrakað av Danmark: Nyrop hevur sligið fast, at Danmark viðurkennir ikki Føroyar sum fólkaroettarligan part; hildið verður fyri: eingin føroyingur er til. Hetta kastar nýtt ljós á hendingarnar seinasta árið. Føroyska samráðingarnevndin hevur hetta seinasta árið fleiri ferðir verið illa viðfarin í Danmark. Tað hevur pínt allar føroyingar. Hetta er tó als ikki nýtt, í kreppuárunum, tá ið Marita Petersen løgmaður var í Danmark til samráðingar meira enn eina ferð, upplivdu vit tað sama. Aftan á eina av ferðunum staðfesti hon, djarvliga, oerliga og beiskliga, at samráðingarnar sokallaðu vóru harraboð, at hon ongantíð kendi seg virda og viðfarna sum javnlíka mótpartsins. Hetta er danska tulkingin av føroyskum tjóðskapi: at hann er ikki til. Men tað kann henda, at núráðandi danskir politikarar fara at uppdaga, at føroyingar sanniliga eru til. Turið Sigurðardóttir ODDAGREIN: Hjálp fyri neyðini Í vikuni var dagur teirra sjólætnu. Føroyingar um landið alt mintust tey, sum deyð eru á sjónum og vístu sína samkenslu við teimum, sum mist hava. Orð - talað ella skrivað - hava sjálvandi týdning í einum slíkum føri, men eru slík nóg mikið til tess at grøða øll sár kundi verið spurt! Í blaðnum Alhalgannadag er sera áhugaverd og góð samrøða við prest um nettupp hetta at missa, um sorgina og um hvussu lívið kann verða hjá teimum, sum mist hava. Tað er hugvekjandi lesnaður at hoyra prest úttala seg so ærliga og inniliga um eitt so eymt og tó, eitt so náttúrligt mál sum hetta við sorg og missi. Tað gongur upp fyri einum, hvussu torfør uppgávan at troysta og stuðla er hjá eitt nú okkara prestum. Sjálvandi kunnu vit siga, at hetta er ein av teirra arbeiðsuppgávum, men hinvegin eiga vit at geva okkum fær um, hvussu stór og álvarslig og torfør henda uppgáva í veruleikanum er. Einki nýtt er í tí, at prestur alt tað vit vita um hevur havt til arbeiði at fara við deyðsboðum til tey nærmastu. Men hetta hevur líkasum verið eitt tabuevni, tvs. nakað, sum man ikki tosar um. Nettupp tí er tað gott prestur nú stígur fram og sigur sína inniligu hugsan um eitt so viðkvamt mál. Og latið okkum nú aftaná 1. november leggja okkum í geyma og taka til eftirtektar, hvat ein av prestum okkara veruliga hevði uppá hjartað. Hann eftirlýsti einum samstarvi millum fleiri fólk, stovnar ella felagsskapir, sum meira medvitað kann taka sær av hesum við sorgini. Og í hesum sambandi nevndi hann eisini tað meira ítøkiliga, um at einkjur, sum sita eftir við nógvum børnum, umframt at hava sorgina at dragast við, ikki fáa endarnar at røkka saman. Hjá teimum rakar missurin dupult so hart. Og her mælti prestur myndugleikunum til at tryggja einkjum eina størri pensión. Hetta eru góð ráð frá einum presti, sum okkara politikarar áttu at tikið til sín. Nú verður so nógv tosað um góðar tíðir og yvirskot á fíggjarlóg og átti tað tí eisini at verið ein møguleiki fyri at tikið hetta málið upp. Hetta má ikki gerast eitt partapolitiskt mál, og tí skal tað vera okkara áheitan á allar flokkar á tingi um saman og í sátt og semju at taka áheitanina hjá eysturoyarpresti í fullum álvara. Tá vildi hesin dagur teirra sjólætnu verið annað enn bert orð. Tá vildi hann verið spírin til nakað ítøkiligt. Tøkk til prest fyri góðu orðini og fyribils tøkk til okkara politikarar fyri at vilja taka málið upp. Sosialurin Feløgini vórðu ikki kunnað Hondbóltssambandið hevur nú boðað frá, at feløgunum er loyvt at nýta tríggjar útlendskar á liðnum. Eftir øllum at døma, vórðu øll feløgini tó ikki kunnað um hetta fyri kappingina Hondbóltsreglur Sum nent í mikudagsútgávu okkara, so var ivamál um, hvussu nógvar útlendskar leikarar eitt felag kundi hava í leikarahópi sínum. Ivamálið komst av, at meðan Hondbóltssambandið ikki hevði reglur fyri hesum, so hevur ÍSF í sínari reglugerð ásett, at markið fyri útlendingum er 20%. Rundað uppeftir Spurningurin hevur so verið, hvussu hesi 20 prosentini skuldu skiljast, og í blaðnum her nevndu vit tríggir møguleikar, sum góvu ávíkavist ein, tveir og tríggjar leikarar. HSF hevur nú gjørt av, at talið 20% skal skiljast sum prosentparturin av teimum 12 leikarunum, sum eru á dómaraseðlinum. Hetta gevur 2,4 leikarar, sum eftir vanligum roknireglum gevur tveir, men í hesum føri verður tað tulkað til tríggjar leikarar. Beint eftir døgurða mikudagin vórðu boð annars latin feløgunum um, at markið av útlendingum framyvir skuldi verða tveir, men boðini stóðu tó ikki við. Seinni á degnum var talið broytt til tríggjar leikarar, og hevði hetta eisini sínar orsøkir. Petur Ove Petersen, formaður í HSF, váttaði mikukvøldið, at HSF hevur tikið eina fyribils støðu um, at tríggir útlendingar kunnu vera á hvørjum liði. Hetta tí teir ikki vistu, hvussu teir skuldu handara tann 0,4 persónin, sum var í avlopi. Tilsøgn latin í vár Tað eru tó ikki serligar støddfrøðisligar reglur, sum hava gjørt av, at talið 2,4 nú er rundað til 3. Í vár hevði í øllum førum eitt hondbóltsfelag í landinum fingið boð um, at tey kundu gera nýtslu av trimum leikarum. Hetta hendi, eftir at felagið fyrst hevði spurt seg fyri, um tað var teimum loyvt at hava fýra útlendingar á liðnum. Hetta varð teimum nokað. Talan kundi so avgjørt ikki vera um fleiri enn tríggjar leikarar, vóru boðini ta ferðina. Tað eru hesum boðum, sum VÍF og Stjørnan hava handlað eftir, tá tey hava fingið útlendskar leikarar hendan vegin, og tí er hildið fast um hetta. Hetta tí feløgini hava handlað í góðari trúgv Sjálvandi ber til at kæra hetta, og um so er, má málið ganga sína vanligu gongd. hinvegin er enn eingin kæra latin inn um teir dystir, sum hava verið leiktir. Formaðurin í HSF sigur annars, at ætlanin var, at málið skuldi takast upp á aðalfundinum í vár, men at hetta onkursvegna bara fór framvið. Tí hevur hann bestan hug til at nýta hetta árið sum eina roynd, har man so kann meta, hvørt hetta tal er rætt ella ikki. Halda um áður givin boð Spurdur um, hvussu tað ber til, at feløgini í gjár fyrst fingu at vita, at markið av útlendingum var tveir, og at hetta síðani er broytt til tríggjar, ásannar Petur Ove, at samskiftið innanhýsis í HSF ikki hevur verið nóg gott. Hann sigur orsøkina vera, at tað sum so ikki var talan um nakran fund, men at ymsu partarnir hava samskift umvegis telefon. Hetta tí málið hevði skund, og tí tað ikki var gjørligt at savna allar limirnar. Tað varð nevnt, at HSF fyrr hevur havt eitt mark upp á tveir leikarar, sum hægsta tal av útlendingum. Hetta kundu vit tó ikki finna aftur nakra staðni, men fyrru boðini til feløgini eru latin eftir hesum. Fyri lesaran kann tað kanska tykjast ørkymlandi, at hetta skal verða eitt ivamál nú, tá tvey feløg fyri fleiri mánaðum síðani hava fingið at vita, at markið er tríggir. Petur Ove ásannar eisini, at so er, men at teir hava valt at halda fast við ta avgerð, sum tá varð tikin. At hetta er ein óheppin mannagongd, er sjálvsagt einki at ivast í, men formaðurin sigur, at hetta heldur nevndin so fast við, og leggur dent á, at talan her er um eina meting, sum teir hava gjørt, og ikki nakra samtykt. Málið hevði skund At HSF framhaldandi heldur fast um hetta, kemst allar helst av, at feløgini hava handlað í góðari trúgv, út frá tilsøgnini, sum varð latin í vár. Trupulleikin í málsviðgerðini verið, at málið hevði stóran skund. Kvinnurnar hjá VÍF leiktu longu hóskvøldið, og tá var neyðgut at hetta var avgreitt. Stjørnan hevur, tíverri má man siga, ikki hendan trupulleika, tí Adriana Milodanovic er álvarsliga meidd. Ein annar partur av málinum er, sum vit eisini nevndu mikudagin, tann fíggjarligi parturin. Einki er at ivast í, at bæði Størnan og VÍF hava handlað í góðari trúgv, tá tey hava fingið triðja leikaran ti landið. Í hesum arbeiði hava tey uttan iva nýtt bæði nógva tíð og pening, og spurningurin er, hvørt HSF kundi fingið endurgjaldskrav, um reglan nú varð broytt. Petur Ove vil ikki avsannað at so kann vera, men vísir enn eina ferð til tað, sum er nevnt omanfyri. Nevnliga at feløgini hava handlað í góðari trúgv. - Tey hava fingið eina útmelding í vár, og hesa standa vit fast við, sigur formaðurin. Kunnu kenna seg snýtt Mest óhepni parturin við hesm málinum er kanska tann, at tað at síggja til bert eru tvey lið, sum hava vitað av, at tríggir útlendingar er markið. Bæði VB og Sóljan hava í ár tvær útlendskar kvinnur í hópinum. Spurningurin í hesum sambandinum er, um hesi lið kunnu kenna seg snýtt, nú tað er greitt, at tey kundu havt tríggjar útlendskar leikarar. Kanska er hetta serliga aktuelt hjá VB, sum í ár tykist hava ætlanir um at vinna seg fram í toppin. Tað er so at ivast í, at tað mugu vit taka á okkara kappa, tí tað nyttar okkum lítið at nokta fyri tí, sum vit hava sagt. At signalini frá okkara síðu so ikki hava verið nóg greið, er keðiligt, og so mugu vit taka tær skolurnar, sum kunnu standast av hesum. Ein politisk prosess Sostatt er líkt til, at málið um ein, tveir ella tríggjar útlendingar nú fyri fyrst er avgreitt. At handfarðanin av málinum so ikki hevur verið tann hepnasta, sýnir samstundis, at enn vænta mannagongdir og annað at fáast í rættlag. Tað eru jú bert fá ár síðani, at royndirnar at lyfta HSF aftur fóru í gongd. Talan kann sigast at vera um eina politiska prosess, hóast orðið kanska tykist slitið í hesum døgum. Ein prosess, har partarnir líka sum skulu læra at starva í dagsins ítróttaumhvørvið, har krøv til leikarar, leiðslu og umsiting alsamt harðna. Til samanberingar kunnu nevnast tær broytingar, sum Fótbóltssambandinum hevur fyri seinnu árini. Fyrst við altjóða luttøku og síðani við einum partvísum skifti frá at vera >>reinir amatørar<< til støðuna í dag, har fleiri leikarar fáa samsýning fyri ítrivið. Einki er at ivast í, at ein slík umstilling má taka ta tíð, sum er neyðug. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Schmeichel hevur keypt Óla Óli Johannensen fer frá 1. januar at spæla við Hvidovre Yrkisfótbóltur Mikukvøldið frættist í donskum fjølmiðlum, at frøoyski landsliðsspælarin, Óli Johannesen, nú fer til Hvidovre at royna fótbóltsevni síni. Meira spælitíð Óli hevur í úti við hálvt annað ár verið sáttmáalabundin at AGF, men tað hevur verið so sum so við spælitíðini. Tí er tað allar helst kærkomið, at hann nú fær møguleika fyri eini meira støðugari fótbóltstilveru, tí alt annað líka átti tað at verið betri møguleiki at spælt seg til fast pláss á Hvidovre liðnum, sum í løtuni er í næstbestu donsku deildini. Stendur tað til venjara og leiðslu, so verðu hetta tó ikki alt ov leingi afturat. Eigarin av felagnum, Peter Schmeichel, hevur altíð verið ein maður við stórum ætlanum, og soleiðis er eisini í hesum føri. Hetta kappingarárið verður tað neyvan, men komandi kappingarár er ætlanin, at felagið skal tryggja sær uppflytan til bestu deildina, og innan fimm ár skulu teir vera við til at seta sín dám á toppin av donskum fótbólti. Gamla kenningur Jákup í Stórustovu, sum umboðar Óla Johannesen í slíkum málum, sgiur, at áhugin frá Hvidovre hevur staðið við í eina tíð. Venjari hjá Hvidovre er fyrrverandi TB-venjarin, Frank Skytte, sum áður hevur verið venjari hjá Óla. Hetta hevur sjálvandi eisini verið ein orsøk til bæði støðutakanina hjá Óla og til áhugan frá Hvidovre, greiðir Jákup frá. Til stuttleikar kann nevnast, at tað eisini var Frank Skytte, sum í síni tíð fekk beiggja Óla, Jón Johannesen, til Glostrup, har Frank tá var venjari. Sum nevnt, so skiftir Óli felag 1. januar. Jákup í Stórustovu greiðir frá, at hett er gjørligt, tí Óli í sáttmálanum hevði tryggjað sær, at hann kundi fara frítt pr. 1. januar 2001, um viðurskifti av ymsum slag gjørdu seg galdandi. Júst hvørji viðurskifti vil umboðsmaðurin ikki siga, men hugsast kann, at millum annað er galdandi, at spælarin kann fara, um hann ikki hevur vunnið sær fast pláss á liðnum. Í øllum førum tykist hetta vera eitt gott dømi um, hvussu týdningarmikið tað er, at spælarar hava serkunnleikan við sær, tá sáttmálar verða fingnir í lag. Sáttmálin millum Óla Johannesen og Hvidovre er galdandi fram til summarið 2002. Áttu at fingið boð Vit hava fyri sovítt handlað út frá, at vit skuldu styrkja hópin við einum leikara. Hetta sigur formaðurin í hondbóltsdeidlini hjá VB, Bogi Mortensen, tá vit mikukvøldið spurdu hann, hvørt tey møguliga høvdu knýtt ein triðja útlendskan leikara at hópinum, um tey vistu, at møguleiki var fyri hesum. Hevur verið tveir Bogi Mortensen sigur annars, at tey sum so als ikki hava hugsað um møguleikan fyri trimum leikarum. Hann vísir á, at VB miðskeiðis í áttatiárunum hevði trupulleikar av, at felagið hevði ov nógvar útlendskar leikarar. Hetta tí nakrir íslendingar arbeiddu í Vági. Tá minnist eg, at teir baksaðust við at fáa ein teirra til føroyskan borgara, tí markið var tveir leikarar. Tað vóru tá fleiri íslendingar, sum av ymsum ávum vóru her suðuri, og teir spældu so hondbólt við okkum. Trupulleikin var, at markið tá var tveir útlendskir leikarar. Um vit høvdu valt at nýtt tríggjar leikarar, um vit vistu, at hetta var loyvt, er ringt at taka støðu til. Men tað er skeivt, at man ikki er komin við eini greiðari melding, sigur Bogi Mortensen at enda. Bowling á Oyggjaleikunum Í grein í Sosialinum hósdagin 2. nov. 2000 verður nomið við bowling á Oyggjaleikunum. Í grein um nýggju bowlinghøllina í Havn, har komið verður inn á møguleikan at luttaka í bowling á Oyggjaleikunum. Bjarni Kyster verður endurgivin fyri m.a. at siga: "Her er tó ein trupulleiki, tí sum eg havi skilt tað, so skulu minst trý feløg verða í landinum, áðrenn vit kunnu melda til." Her eru ávísar misskiljingar íkomnar, og tí hendan rættleiðingin. Treytirnar fyri at luttaka í einari ítróttargrein er ikki, at trý feløg skulu vera í landinum, áðrenn meldað verður til. Tað er nóg mikið við einum felag. Um eitt bowlingfelag verður stovnað og søkir um limaskap í ÍSF, kemur tað helst undir Deildarsambandið fyri Nýstovnaðan ítrótt. Her ígjøgnum kunnu íðkararnir so luttaka í bowlingkappingum á Oyggjaleikunum. Um ætlanin er at stovna eitt ítróttarfelag, ið ætlar at søkja um limaskap í ÍSF, er tað av avgjørdum fyrimuni at nýta standard-lógirnar hjá ÍSF. Hesar síggjast á heimasíðuni: www.isf.fo. Tað skal tó gerast vart við, at bowling ikki er føst ítróttagrein á Oyggjaleikunum, so roknast kann ikki við, at hendan ítróttagrein verður við á øllum leikunum. Nevnast kann, at bowling ikki verður við á leikunum á Isle of Man komandi ár. Um spurningar annars eru um Oyggjaleikirnar ber altíð til at venda sær til Oyggjaleikanevndina við teimum. Vinarliga Oyggjaleikanevndin Petur Elias Petersen, Katrin Joensen og Sofus Johannesen Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Yvir 500 fimleikarar í Norðurlandahúsinum Um vikuskiftið skipar Fimleikasambandið fyri Fimleikafagnaði í Norðulandahúsinum fimleikur Hetta er áttanda ferðin at Fimleikafagnaðurin verður fyriskipaður, og er hetta eitt hitt størsta einsamalla tiltakið, sum Fimleikasambandið skipar fyri. Í mun til vanligu sýningarnar og kappingarnar er Fimleikafagnaðurin nakað øðrvísi skipaður. Ístaðin fyri at dentur verður lagdur á einstakar rørslur, er tað her heldur samlaða heildin, sum telur. Við einari samansjóðing av fimleiki, framførslu, ljóði, ljósi og øðrum sansaligum effektum, hava liðini til uppgávu at lýsa eitt ávíst evni, sum frammanundan verður latið teimum av Fimleikasambandinum. Í ár er evni Bý og bygdarlív. Eitt annað, sum eisini er øðrvísi í mun til aðrar kappingar, er, at her hava so at siga øll tey íðkandi møguleikan at luttaka. Sum mótsetningur kann nevnast Grand-Prix fimleikurin, har tað er elitan hjá hvørjum felag, sum kappast. Sjálvandi er eisini rúmd fyri elituni á fimleikafagnaðinum, men týdningarmeiri er, at tað er heildin, sum telur. Tað vil siga, at breiddin hjá feløgunum eisini verður tikin við. Hetta speglast kanska eisini aftur í valinum av dómarum. 10 dómarar eru valdir at døma kappingina, men tað er einki krav, at hesir hava nakað ávíst samband við fimleik. Yvir 500 luttakarar Í tíðindaskrivi viðvíkjandi Fimleikafagnaðinum verður sagt, at fýra feløg hava boðað frá luttøku í ár. Hesi eru Flog, Støkk, Ljósið og Havnar Fimleikafelag. Hvørt av hesum liðum telur umleið 130 fimleikarar, so alt í alt verður talan um gott og væl 500 fimleikarar, sum fara at sýna fram komandi dagarnar. Undanfarin ár hevur ofta verið trupult at fingið atgongumerki til framsýningarnar. Nógv foreldur eru sjálvandi, sum vilja síggja børn síni, og tí hevur aloftast verið útselt tey bæði kvøldini, sum sýningin hevur verið. Í ár er tí gjørt av at víðka tiltakið, soleiðis at talan hesu ferð verður um tríggjar sýningar. Fyrsta av hesum verður leygardagin, 4. november, kl. 18.00. Sunnudagin kl. 15.00 verður so aftur ein sýning, og seinasta sýningin verður so sama kvøld kl. 18.00. Eftir seinastu sýningina verður avgerð tikin um, hvat felag á bestan hátt hevur lýst evnið >>Bý- og bygdarlív<<. Berlingo 2.0 HDi - við dragihurðum á báðum síðum Citroën Berlingo er úrslit av eini felags verkætlan hjá Citroën og Peugeot, undir leiðslu av Ciroën. Magnus Gunnarsson Frá byrjan av vórðu Berlingo og Peugeot Partner gjørdir bæði sum persón og vørubilar. Sigast má at hesir bilar hava verði sera væl móttiknir, og fleiri bilverksmiðjur koma nú við bilum at kappast í hesum klassanum. Rúmligur bilur Berlingo er ein rúmligur bilur, ið hóskar væl til barnafamiljur, sum ikki halda seg til at keypa ein stóran MPV ella annan frítíðarbil. Eitt hav av plássi, góðir og tryggir koyrieginleikar, umfatandi standardútgerð og ein kappingarførur prísur, ger Citroën Berlingo til ein annarleiðis møguleika enn tann vanliga familjubilin. Bilurin hevur gott pláss til fimm vaksin fólk, og eitt stórt viðførisrúm, har ein barnavognur passar inn uttan at skula leggjast saman. Eisini er møguleiki at seta tvey eykasetur aftast, so pláss verður til 7 fólk. Berlingo er ein bilur sum bæði førarin og tey ferðandi trívist væl í, tí hann er góður at koyra, er væl isoleraður. Eisini eru fleiri møguleikar til at leggja smáting frá sær. Dragihurðar báðumegin Tá Berlingo fyrstu ferð bleiv royndarkoyrdur av FDM fyri góðum trimum árum síðan, fekk hann sera gott ummæli, men teir fýltust á at 1.4 litur motorurin var ov lítil til bilin, og at hann bert hevði eina dragihurð høgrumegin til baksetrini. Hetta hevur Citroën bøtt uppá, við tað at bilurin nú hevur dragihurðar á báðum síðum, sum gera bilin upp aftur meira brúkaravinarligan. 2.0 HDi dieselmotor Nakað eftir at Berlingo var komin á marknaðin við 1.4i motorinum, kom ein 1.8i motorur, sum hevði kraftina sum hin manglaði. Síðan kom ein 1,9 litur dieselmotorur við 71 hk, og nú hevur hann tann nýggjasta 2,0 litur HDI turbodiesel-motorin við common rail tøkni og beinleiðis innspræning. Hetta gevur betri nyttu av brennievninum, motorurin er meira ljóðleysur og dálkar minni. Citroën gevur 3 ára garanti móti verksmiðjubrekum í tilfari og lakkinum, og 12 ára garanti móti gjøgnumtering. Citroën Berlingo SX 2.0 HDi Motorurin: 4 syl. 2.0 litur 90 hk turbodiesel v. common rail og innspræning 0-100 km/t: 15,3 sek. Oljunýtsla: 18,2 km/l Dekkstødd: 175/65-14 Stødd og vekt Longd: 410, 8 cm Breidd: 171,9 cm Hædd: 180,2 cm Eginvekt: 1250 kg Totalvekt: 1925 kg Prísur: Persónbilur kr. 176.000,- Vørubilur: kr. 147.000,- Søluumboð: Ivan Johansen Bilar, Hoyvíksvegur 63, FO-100 Tórshavn, Tlf. 313666 Hyundai Trajet - nú við sjey sitiplássum Eftir at Hyundai Trajet Pro-Van hevur verið á marknaðinum sum vøruvognur í eina tíð, kemur hann nú sum persónbilur við sjey sitiplássum. Magnus Gunnarsson Stórur familjubilur Marknaðurin fyri nútímans luksus MPV bilar hevur verið vaksandi seinastu árini. Nú kemur so Hyundai Trajet Pro-Van sum er ein bilur til stórar familjur, og tey sum vilja hava meira pláss. Kabinan er rúmlig, liðiligt innrættað við sjey sitiplássum, harav tey fimm aftastu kunnu takast út uttan trupulleikar, um bilurin skal brúkast sum vøruvognur. Eisini kunnu nøkur av setrunum leggjast saman, so møguleiki er at nýta tey sum borð, eitt nú á longri túrum. Nógv standardútgerð Trajet er væl innrættaður, soleiðis at tey ferðandi sita so gott sum gjørligt, og setrini eru arbeiðsliga rætt tilevnaði. Bilurin hevur nógva standard útgerð, so sum ABS bremsur við EDB, forlyktir við multifokus reflektor, dupultan "depowered" airbag, sum minkar um vandan fyri skaða á persónar sum sita framman í bilinum, eins og sentrallás, el-rútar framman og aftan og el-síðuspegl. Frá Nordbil frættist at ein 2.0 litur í GL útgávuni og 138 hk kostar kr. 257.750,- og at fyrst í komandi ári fáa teir Trajet heim við dieselmotori. Mitsubishi Canter - kranabilur til lítla koyrikortið Mitsubishi Canter verða gjørdir í nógvum útgávum, til dømis sum kølivognar, vanligir kassavognar, sement blandarar, sleipibilar, lastbilar við vippu, renovatiónsbilar og bingjubilar. Magnus Gunnarsson Canter FE531E Hesin er Canter FE531E, er tann minsti í Canter røðini, sum fæst í ymiskum støddum og til ymisk endamál. Tað sum er áhugavert við hesum lastbilinum er, at hóast hann hevur krana, er hann ikki størri enn at hann kann koyrast við lítla koyrikortinum. Eginvektin er 2550 kg og mesta last er 950 kg, so totalvektin er 3500 kg. 2.8 turbodiesel Mitsubishi Canter verður gjørdur í støddum frá 3,5 tons til 6,3 tons totalvekt. Hann fæst eisini við dupultari kabinu. Bilurin er sera snøggur, bæði innan og uttan, og er góður at koyra. Motorurin á hesum bilinum er ein 4 syl 2.8 litur turbodiesel, meðan tann størri motorurin er 3.9 litur. Innan er hann sum ein persónbilur, har alt situr har tað skal, og er lætt at handfara. Frá bilasøluni hjá Ivan Johansen verður sagt at Mitsubishi Canter eru kappingarførir í dygd og prísi, og áhugaði eru vælkomin at fáa eitt óbindandi tilboð, alt eftir hvat bilurin skal brúkast til. Tíðindi Magnus Gunnarsson Suzuki Ignis Suzuki kemur á evropeiska marknaðin næsta ár við einum nýggjum Ignis, ið er ein 4x4 persónbilur, sum í stødd er millum Suzuki Swift og Baleno. Kelda: Motor Magasinet Ein endalig fullveldisætlan Talan verður ikki um stig fyri stig politikk. Ein endalig avrigging skal gerast soleiðis, at alt er komið undir føroyskt lóggávuvald innan ásett áramál - tildømis í seinasta lagi 2006. Tað er hetta, sum Føroya fólk skal taka støðu til á fólkaatkvøðuni í apríl næsta ár. Tað, sum ikki ber til við Danmark, mugu vit gera sjálvi. Vit gera okkara egnu skiftistíð og taka avgerðirnar í Føroyum. Tað er niðurstøðan eftir tær mangan sjónleikakendu samráðingarnar um ein sáttmála millum Danmark og Føroyar eftir tí íslendska leistinum. Samgongan og landsstýrið hava tí lagt eina ætlan á borðið fyri, hvussu fullveldisætlanin verður førd á mál við føroyskum avgerðum. Onki stig fyri stig Onkur er nú farin at tosa aftur um stig fyri stig politikk og yvirtøkur sambært heimastýrislógini. Hetta liggur ikki í teirri semju, sum er gjørd. Talan er um eina púra fastlagda ætlan, har heimastýrislógin skal avriggast, blokkstuðulin minkast burtur og eitt sjálvstøðugt ríki verður sett á stovn við føroyskari grundlóg. Fólkaatkvøðan í apríl Á fólkaatkvøðuni í apríl skal Føroya fólk spyrjast um tey taka undir við hesi ætlan um føroyskt fullveldi - við einum føstum áramáli. Landsstýrið hevur ikki meldað út, hvat árámál kemur at standa á atkvøðuseðlinum. Tí so verður bara aftur farið at tosa um, hvat danska stjórnin sigur og so framvegis. Í seinasta lagi 2006? Men eftirsum ivi tykist verða sáddur um ætlanina, er rættast at upplýsa: Tað, sum uppskotið byggir á, er, at í seinasta lagi - tildømis ár 2006 skulu øll málsøki verða komin undir føroyskt lóggávuvald og heimastýrislógin avriggað. Tað kann sjálvsagt eisini gerast innan ta tíð. Tá bindingarnar eru burtur skal føroysk grundlóg leggjast til fólkaatkvøðu og vit eru eitt fult sjálvstøðugt land. Sostatt er hetta ein endalig ætlan, sum Føroya fólk skal taka støðu til - og ikki nøkur leys og ótrygg loysn. Lat ongan iva valda um tað. Høgni Hoydal Landsstýrismaður John Johannessen - john@sosialurin.fo Fullveldi um fimm ár Heini O. Heinesen heldur, at landsstýrið í nýggju sjálvstýrisuppskriftini eigur at seta sær sum mál at staðfesta Føroyar sum fullveldi í 2006 Formaðurin í tingbólki Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, trýr uppá, at tað fer at bera til at staðfesta Føroyar sum fullveldi eftir nýggja leistininum, sum samgongan hevur lagt fyri sjálvstýristilgongdina. Harafturat roknar Heini O. Heinsen við, at tað fer at bera til at staðfesta fullveldið skjótari enn fleiri vænta eftir hesum leistinum. Hann sær ár 2006 sum eitt lyklaár í tilgongdini. Hetta árið roknar hann við, at tað fer at eydnast at staðfesta Føroyar sum eitt fullveldisríki. Hetta er eisini nakað, sum Tjóðveldisflokkurin hevur ført fram seinastu dagarnar, meðan samgongan hevur sitið og samráðst um nýggja sjálvstýtrisleistin, sum einaferð skal enda við føroyskum fullveldi. Men restin av samgonguni hevur ikki ynskt at staðfesta hetta árið sum eitt evstamark. Semja er altíð ein slakan á ein ella annan hátt. Tað vita vit av. Men eg vænti kortini, at tað fer at bera til at fáa fullveldi eftir hesum leistinum, sigur Heini O. Heinesen. Taka yvir í heimastýrinum Heini O. Heinesen er ein limunum í Tjóðveldisflokkinum, sum ídnast hevur víst á, at heimastýrislógin sambært Alf Ross bert er ein delegatión frá dønum, og at yvirtøka av málsøkjum innan heimastýrislógina tískil ikki er nøkur yvirtøka, tí danir altíð kunnu taka hana aftur ella seta okkum undir umsiting. Men Heini O. Heinesen heldur kortini, at tað er rætt av landsstýrinum at hava lagt eina ætlan, ið sigur, at vit skulu tøma heimastýrislógina við at taka yvir málsøki eftir henni, til eingi eru eftir at yvirtaka. Tað hevur ikki eydanst okkum at fáa í lag ta avtaluna við danir, sum vit vildu. Tí mugu vit royna eina aðra loysn, ið hevur betur møguleika at fáa undirtøku. Men við Nyrup er tað soleiðis, at tað ikki er vist, at hann fer at taka undir við hesari ætlanini heldur, sigur Heini O. Heinesen. Formaðurin í tingbólki Tjóðveldisfloksins vísir á, at politiska støðan er farin at líkjast ógvuliga nógv støðuni í 1946, og tí heldur hann tað vera umráðandi at finna loysnir, ið kunnu gera, at støðan ikki endar sum í 1946. Ein møguleika fyri hesum metir hann nýggju avtaluna hjá samgonguni vera. Fólkatkvøðu í rygginum Heini O. Heinesen heldur tærri fyrru av báðum fólkaatkvøðunum í nýggju ætlanini vera sera umráðandi. Tí eftir hansara tykki, er tað hendan fólkatkvøðan, ið kann styrkja landsstýrið mótvegis donsku stjórnini. Ein yvirtøka eftir heimastýrislógini er sum so einki verd. Men við eini fólkaatkvøðu í rygginum, sum stuðlar politikkinum hjá landsstýrinum, kann landsstýrið yvirtaka málsøki eftir heimastýrisskipanini til einki er eftir, og vit tískil fáa fullveldi, uttan at danska stjórnin kann gera nakað, sigur Heini O. Heinesen. Tískil heldur Heini O. Heinesen, at nýggja ætlanin er góð, tá hugsað verður um, at partarnir hava verið ósamdir um, hvussu hon skuldi skipast. Men eg haldi, at tað var skeivt av Fólkaflokkinum at fara og fríggja til Javnaðarflokkin beinan vegin fyrsta ætlanin miseydnaðist, sigur Heini O. Heinesen. John Johannessen - john@sosialurin.fo Løgmaður hartar Høgna Høgni Hoydal vil hava fullveldi innan 2006. Hetta heldur løgmaður vera vitleyst og fullkomiliga órealistiskt at melda út longu nú Rok hevur tikið seg upp í samgonguni um, nær endaliga málið um fullveldi skal vera rokkið. Meðan Tjóðveldisflokkurin vil, at komið skal vera á mál í seinsta lagi 2006, so átalar løgmaður harðliga, at tað longu nú verður sett eitt evstamark. Høgni Hoydal hevur í viðmerking til bløðini boðað frá, at nýggja sjálvstýrisætlanin hjá landsstýrinum er ein verulig fullveldisætlan, ið miðar eftir at øll málsøki skulu vera komin undir føroyskt vald og at heimastýrislógin skal vera avriggað innan ár 2006. Høgni Hoydal vísir frá sær, at talan er um eina stig fyri stig ætlan og sigur orðarætt: >>Tað, sum uppskotið byggir á, er, at í seinasta lagi - tildømis ár 2006 skulu øll málsøki vera komin undir føroyskt lóggávuvald og heimastýrislógin avriggað. Tað kann sjálvsagt eisini gerast innan ta tíð.<< Hetta staðfestir formaðurin í tingbólki Tjóðveldisfloksins eisini í samrøðu við Sosialin í dag og landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum tosar um tað sama í grein í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Burturvið Men løgmaður er ikki fegin um útmeldingarnar frá Tjóðveldisflokkinum. Eg kenni einki til, at vit skulu hava fullveldi innan ár 2006. Tað er heilt burturvið at melda út við tølum. Landsstýrið skal ikki melda nakað út, sum ikki er møguligt, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður leggur dent á, at tað ikki ber til at melda eina tíðarætlan út, fyrr enn partarnir hava lagt til rættis eina gongd við einari tíðarætlan, sum teir eru púra samdir um. Eg havi ikki sæð brævið, men eg haldi tað vera sera óheppi og vitleyst, at Høgni kemur við hesari útmeldingini. Hetta er ikki ein útmelding, sum landsstýrið stendur fyri, og tí má hon standa fyri hansara egnu rokning, sigur løgmaður. Anfinn Kallsberg harmast um, at hetta bræv skal vera sent fjølmiðlunum, tá partarnir júst hava gjørt semju um at lata vera við at fara út og grugga nýggju ætlaninina. Eg kann ikki siga annað enn, at ætlanin, vit løgdu fram hósdagin, stendur við, staðfestir løgmaður. John Johannessen - john@sosialurin.fo Ov langt frá sjálvstýri Formaður Javnaðarfloksins heldur munin millum sjálvstýrisætlan landsstýrisins og Javnaðarfloksins vera, at tann hjá Javnaðarflokkinum er nógv meira sjálvstýrissinnað Hóast endaliga málið í nýggju ætlan landsstýrissins á sjálvstýrisleið er fullveldi, heldur Jóannes Eidesgaard tilgongdina móti fullveldinum ikki vera serliga sjálvstýrissinnaða. Samgongan hevur eitt uppskot, har tilgongdin ikki inniheldur sjálvstýri, men sum kortini miðar ímóti fullveldi. Javnaðarflokkurin hevur eitt uppskot, sum leggur upp til sjálvstýri, men sum ikki miðar móti fullveldi. Hetta er veruligi munurin millum uppskotini, sigur Jóannes Eidesgaard. Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at Javnaðarflokkurin í uppskotinum til sjálvstýrislóg leggur upp til, at vit yvirtaka málsøki frá dønum í einari nýggjari sjálvstýrisskipan, ið greitt tilskilar, at løgtingið fær evsta vald á teimum, so tey ikki kunnu takast aftur. Landsstýrið við yvirtaka í heimastýrislógini, sum teir sjálvir og Alf Ross hava víst á, bert er ein kleppur. Hendan lóg er bert ein delegatión, ið letur løgtinginum eitt vald á málsøkjunum, sum stjórnin kann taka aftur. Tað er løgi, at somu menninir, sum hava verið ímóti heimastýrislógini síðani hon kom, nú seta hana í hásæti. Hetta er ein kúvendig í tí politikki, vit kenna Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin fyri, sigur Jóannes Eidesgaard. Yvirdrivið Formaðurin í Javnaðarflokkinum hevur eftir hvønn miseydnaðan samráðingarfund millum landsstýrið og donsku stjórnina staðiliga heitt á landsstýrið um at saðla um í fullveldismálinum. Men nú heldur Jóannes Eidesgaard, at landsstýrið alt ov væl hevur fylgt hesi áheitan. Landsstýrið hevur hálsað um heilt yvirdrivið, soleiðis at Javnaðarflokkurin brádliga er vorðin mest radikali flokkurin á sjálvstýrisleið. Hetta er ein løgin støða at vera komin í. Tað er heilt týðiligt, at tað ikki er Høgni Hoydal, ið hevur ført pennin í nýggja uppskotinum, sigur Jóannes Eidesgaard. Formaðurin í Javnaðarflokkinum staðfestir, at við uppskotinum hjá samgonguni liggur evsti myndugleikin í Danmark. Tað heldur Jóannes Eidesgaard ikki vera skilagott. Tað er umráðandi at fáa gjørt upp við delegatiónsteoriina, sum fylgir við heimastýrislógini, og tað er tað, sum Javnaðarflokkurin vil. Eg havi satt at siga ilt við at skilja, at Høgni Hoydal vil verða verandi í statsrættinum í eini 20 ár afturat. Poul Nyrup Rasmussen hevur boðað frá, at vit kunnu fáa eina skipan, sum verður fráboðað altjóða samfelagnum, men hesum tilboðnum vil Høgni Hoydal ikki taka við, staðfestir Jóannes Eidesgaard. Magnus Dam og John Johannessen - magnus@sosialurin.fo, john@sosialurin.fo Fullveldisætlanin vend á høvdið Nýggja útmeldingin frá landsstýrinum í sjálvstýrismálinum ásetir ikki, nær vit fáa fullveldi. Vit skulu nú hava skiftistíðina fyrst, og tá hon eftir eitt óvist áramál er liðug, skulu vit atkvøða um føroyskt fullveldi Landsstýrið hevur flutt føroyska fullveldið langt fram í tíðina. Hetta kann staðfestast eftir tíðindafundin í Tinganesi hósdagin, har landsstýrið greiddi frá sínum nýggju ætlanum í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna. Landsstýrið hevur lagt eina ætlan, ið stig fyri stig skal tøma heimastýrislógina við at yvirtaka málsøki, til vit einaferð frammi í tíðin við eina fólkatkvøðu staðfesta eina føroyska grundlóg og harvið føroyskt fullveldi. Í ætlanini, sum landsstýrið legði fram, liggja tvær fólkaatkvøður. Tann fyrra verður longu í apríl næsta ár, og tá skal fólkið geva landsstýrinum heimild til at fara víðari við sínari ætlan. Ætlanin inniber, at ein avtala verður gjørd við donsku stjórnina, har tað verður staðfest, at føroyingar innan eitt nærri ásett áramál taka ábyrgdina av øllum málsøkjum í heimastýrislógini, sum vit í dag ikki hava yvirtikið. Samstundis skal eina avtala gerast um, hvussu heildarveitingin verður minkað burtur í einki. Tá komið er á mál við at yvirtaka øll málsøki, og blokkstuðulin er burtur, skal fólkið aftur spyrjast á einari fólkaatkvøðu um tað tekur undir við einari føroyskari grundlóg. Tekur fólkið undir við føroysku grundlógini, eru Føroyar ikki longur undir donsku grundlógini, og eru vit tá eitt fullveldisríki. Hetta merkir samstundis, at vit tá eisini hava ábyrgdina av hernaðarmálum, uttanríkispolitikkinum og dómsvaldinum. Endamálið hjá landsstýrinum er framvegis at náa á mál í ætlanini um at fáa føroyskt fullveldi. Men eingin av landsstýrisumboðunum frá teimum trimum flokkunum í landsstýrinum vildi á tíðindafundinum geva nakað boð uppá, nær vit fáa fullveldi. Landsstýrið ásannar, at upprunaliga fullveldisætlanin er miseydnað, men tað roknar við, at danski forsætisráðharrin um ikki so langa tíð fer at taka upp samráðingar við landsstýrið eftir nýggju ætlanini. Møguleikin at náa á mál við hesum upplegginum er væl betur, enn møguleikin við upplegginum, vit høvdu seinast, segði løgmaður á tíðindafundinum. Nýggja uppskotið hjá landsstýrinum minnir ógvuliga nógv um tey uppskot, andstøðan er komin við í málinum. Til dømis minnir javna yvirtøkan av málsøkjum nógv um uppskotið hjá Javnaðarflokkinum til eina sjálvstýrislóg. Tískil ber til at siga, at samgongan hevur flutt seg nógv móti tí, sum andstøðan vil í ríkisrættarligu støðuni. Nøvn í vikuni Gullbrúdleyp Í morgin, 5. november, kunnu hjúnini Nicolina og Joen Jacob Thomsen - Vestmanna Jóan Jakku - í Sandavági halda gullbrúdleyp. Nicolina er ættað úr Sandavági, dóttir Masu, sum var av Sondum, og Dánjal av Steig. Jóan Jakku er, sum navnið sigur, úr Vestmanna, hóast faðirin var ættaður úr Sandavági. Foreldur hansara vóru Tummas Georg og Sigrid, ið var úr Mortansstovu í Havn. Tey vóru lærarafólk í Vestmanna. Nicolina og Jóan Jakku eiga tvey børn. Sigrid, sum býr í Vestmanna, og Dánjal, sum býr í Sandavági. Nicolina og Jóan Jakku eru kend av nógvum fólki. Altíð hevur gáttin í heimi teirra í Giljum verið lág, og tað eru ikki so fá, sum har hava sitið væl. Stutt er oman á Valloyruna, har allar ítróttarkappingarnar hava verið, og lætt er at detta inn á gólvið. Av tí sama er telefonin heldur ongantíð í friði, tá dystir eru á Valloyruni. Tað er so ómakaleyst at ringja til Nicolinu at frætta úrslitið. Jóan Jakku byrjaði sum so mangur føroyingur á sjónum. Hann sigldi krígsárini, men kom stutt eftir krígslok í Haraldsstovuhandilin í Sandavági, har hann var krambakalur og skrivstovumaður. Har rann saman við sandavágsgentuni Nicolinu, og tey giftust í 1950. Nevnast kann, at fyri tveimum vikum síðan hevði Sandavágs Ítróttarfelag eina framsýning av gomlum klæðum, millum annað brúðarkjólum, á Giljanesi, har eisini 50 ára gamli brúðarkjólin hjá Nicolinu varð sýndur á palli. Fyrst í sekstiárunum fór Jóan Jakku í starv í Føroya Banka og var deildarleiðari í Vágum, til hann legði frá sær fyri aldur í 1989. Nógv hevur verið at tikist við í frítíðini. Mest hevur tað verið jarðarbrúkið, sum ligið hevur honum nær. Røktaði á Slættanesi eina fjórðingsøld og seinni á Oyrargjógv. Nú hann er vorðin eldri, er jarðarbrúkið framvegis frammalaga í gerandisdegnum. Hann veltir, hoyggjar og fæst annars við seyð og tað, sum har til hoyrir. Jørðina hevur hann fingið frábýtta, soleiðis, at nú er einbýttur hagi, Rókin, miðskeiðis millum Oyrargjógv og Slættanes. Rókin ber 70 áseyðir. Tó eru tað nú mest næstu ættarliðini, sum røkja hagan, nú Jóan Jakku nærkast kempuárunum. Men ikki hevur alt bara verið mold og ull kortini. Virkin ítróttarmaður hevur hann verið, og hondbóltsdómari í eitt mannaminni. Seinnu árini hevur hann verið virkin limur í Lions Club í Vágum. Nicolina hevur verið ímyndin av føroysku húsmóðrini. Hildið húsið við øllum tí, har til hoyrir. Uppvaksin í bóndahúsi var henni jarðarhugurin hjá Jóan Jakku ikki fremmandur. Og so alt hondarbeiðið, hon er kend fyri. Tað er ikki so lítið, hon hevur lagt frá hondini av fínari hondarbeiði, umframt øllum teimum >>vanligu<< pløggunum, hon hevur virkað upp á børn og ommubørn. Tað eru ikki so fá fólk, sum hvørja ólavsøku ganga í føroyskum klæðum, sum Nicolina hevur broderað. So nógv er tað vorðið til við árunum, at ikki hevur hon tal á tí. Og framvegis broderar hon, hóast tað nú mest er í dagslýsi, nú eyguni eru viknað eitt sindur. Gullbrúdleypsdagurin verður hildin saman við familjuni suðuri í Havn, har Nicolina hevur verið nú nakrar dagar, eftir at hon var so óheppin at bróta beinið hefyri. 25 ár á telefonverkinum Petur J. Johannesen í Havn kann nú um dagarnar hátíðarhalda 25 ára starvsdag hjá Føroya Tele - ella á Telefonverki Føroya Løgtings, sum stovnurin hevur itið tað mesta av farnu øldini. Petur kom í læru á Radiodeildini ella Forsterkarastøðini á Tinghúsvegnum sum elektronikmekanikari. Tað var í teirri tíðini, tá starvsfólkið kundi klára seg í einum bygningi millum stórar og klossutar sentralar. Síðani 1975 hevur menningin verið ógvuslig. Frá bert at hava eina linju til oyggjarnar og bygdaborð, sum síðani avgreiddu telefonsamtalurinar, er sera gott samband við allar oyggjarnar, har tað ikki er neyðugt at bíða eftir hvørjum øðurm. Teir á Radiodeildini syrgja somuleiðs fyri at FM, sjónvarp, NMT og ikki minst GSM kann nýtast á stórt sæð øllum plássum í Føroyum. Seinastu 13 árini hevur Petur í sínum starvi hildið til á Húsareyni, har Radiodeildin hevur sítt Mekka. Umframt starvið á Føroya Tele hevur Petur stóran áhuga fyri gomlum akførum, og er hann eina av krumptappunum í Føroya Ellisakførum. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt lágtrýst, 973 hPa. yvir Norðsjónum fer norðureftir og grynnist. Lágtrýstið eystan fyri Føroyar stendur mestsum í stað og grynnist. Køld luft rekur av útnyrðingi móti Føroyum. Veðrið í dag: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðI og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið sunnudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og vestri og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið mánadagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið týsdagin og mikudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av norðI og ælingur, partvís kavi og hitin millum frostmarkið og 4 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 973 hPa. yvir Norðsjónum fer norðureftir og grynnist. Í dag: Lágtrýstið eystan fyri Føroyar stendur mestsum í stað og grynnist. Køld luft rekur av útnyrðingi móti Føroyum. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Í dag verður ellisheimið í Suðuroy gjørt til handil Í dag verður stórur marknaðardagur á ellis- og røktarheiminum í Suðuroy. Har verður eydnuhjól og kakutombola, men har verður eisini bæði jólapynt og alt møguligt annað at fáa. Og tey vóna, at nógv fólk koma, tí peningurin fer til at keypa ein buss fyri, sum fer at gera lívið lættari hjá teimum gomlu At fáa ein buss, sum kann gera tilveruna eitt sindur lættari hjá teimum gomlu, hevur leingi staðið ovarliga á ynskilistanum hjá búfólki og starvsfólki á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi. Men tað er ikki hugsingur um at keypa ein buss við teirri játtan, sum ellisheimið fær á fíggjarlógini. Men ístaðin fyri at seta seg hendur í favn, hava tey, sum arbeiða og búgva á ellisheiminum, gjørt av at taka málið í egnar hendur. Sostatt eru tey nú sjálvi farin at savna pening saman fyri ein buss til tey gomlu. Fyrsta tiltakið í innsavningini verður í dag, tá ið stórur marknaðardagur verður í kjallaranum á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi. Marknaðardagurin byrjar klokkan 14.30 og frá tá, og nakrar tímar fram, verður øll niðasta hædd í ellisheiminum broytt til ein stóran handil. Opið er til einaferð aftaná nátturða, tá ið tey ætla at lata aftur, og tey vóna at síggja nógv fólk Jólapynt og nógvir vinningar Nógv av tí, sum verður at fáa, er sovorði, sum búfólk og starvsfólk á Ellisheiminum hava virkað til. Eitt nú er ein rúgva av alskyns jólapynti at fáa, umframt dukkuklæðir, eitt sindur av barnaklæðum, umframt nógv annað hondarbeiði og handverk. Men tey hava eisini kakutombola og eydnuhjól við nógvum góðum vinningum. Eitt nú hava handlar og fyritøkur víst stóra vælvild, og latið nógv gávukort, sum fólk kunnu vinna. Men annars eru gæs, laksur, rækjur, fiskur og nógv annað gott at vinna. Og tá ið ein lítil hvíld er tiltrongd, ber til at seta seg upp afturá við einum kaffimunni og eini vafflu, sum Ellisheimið bjóðar teimum, sum koma. Gera lívið lættari Begga Ejdesgaard, sum er ein av fyrireikarunum, sigur, at hjá Ellis- og Røktarheiminum er tað stórur saknur í einum bussi. Vit hava onkuntíð verið útferð við leigaðum bussi, men tað er sera møtimikið, tí teir hava ikki lyftu, og eru annars ikki gjørdur til rørslutarnað fólk. Tí eru tað ikki øll, sum kunnu sleppa við á slíkum útferðum. Og vit halda, at tað er synd, at tey, sum eru bundin at koyristóli, ikki skulu kunnu sleppa við, tá ið vit fara útferð. Hon sigur, at allur peningurin, sum verður savnaður inn, skal brúkast til at keypa ein buss fyri.Tey vita, at ein bussur, sum er gjørdur til rørslutarnað, er dýrur, men nú ætla tey sær at halda á, til bussurin er komin Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Bispur vil einki siga Hvørki bispur ella prestar vilja gera viðmerkingar til orðini hjá Olofsson í blaðnum í gjár Hans Jacob Joensen, bispur, vil ongar viðmerkingar gera til orðini hjá Peter O. K. Olofson í blaðnum í gjár. Olofson hevur gjørt støðuna upp, eftir at ein tíð er fráliðin síðani donsku bispavitjanina í Føroyum á hvítusunnu. Olofson heldur, at fólkakirkjan verður til eina sekt, sum villleiðir fólk, tí hon lovar umboðum fyri Sodoma og Gomorra inn í kirkjuna at prædika. Hann heldur, at bispur og teir 15 prestarnir, sum tóku undir við at donsku bipsarnir skuldu sleppa prædika í kirkjum í Føroyum, eru samsekir í villleiðingini. Bispur sigur seg einki hava at siga til hesi orð, og prestar, sum Sosialurin hevur verið í sambandi við, vilja heldur ikki svarað Olofson. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Jógvan provokerar Jógvan á Høvdanum bjóðar fólki av við nýggjari provokerandi teknirøð Hann dámar væl at arga fólk við sínum tekningum, og tað ger hann meira enn nakrantíð í nýggjari teknirøð, sum verður at fáa til keyps í dag. Jógvan á Høvdanum (yngri) hevur seinastu tvey árini tekna totalt langt úti tekningar til ungdómsblaðið hjá Dimmalætting, men í dag gevur hann út eina teknirøð upp á 52 síður, har hann leggur dent á, at tekningarnar eru enn longri úti enn áður. Eg vil gjarna sleppa út við teimum tekningunum, sum eg havi gjørt. Vónandi fær onkur gleði av teimum, tí tað er púra vist, at onkur verður óður um tær, sigur 21 ára gamli klaksvíkingurin. Stílurin í nýggju teknirøðini er tann sami, sum fólk frammanundan kenna Jógvan fyri. Hann hevur teknað nógvar smáar søgur í nýggju røðini, sum kostar 50 krónur. Útgávan er gjørd saman við Svabo Creations í Klaksvík. Í dag klokkan 14.00 verður Jógvan á Høvdanum á Torginum í SMS, har hann fer at signera nýggju teknirøðina. Andlát Ellintur Debes, Havn, 50 ár. 27.10. Josef Dybczak, Tórshavn, 27. oktober, 80 ár. Paula Johannesen, Klaksvík, fødd Midjord í Hvalba, 85 ár. Elsa Fossanes, Kolding, 89 ár. LÆKNAVAKTIR Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033 Eysturoy: Leygardagin 4. nov.: Kári Rasmussen, tlf. 447010 Sunnudagin 5. nov.: Magnus á Stongum, tlf. 423006 Norðoyggjar: Leygardagin 4. og sunnudagin 5. nov.: Jens Nelander Madsen, tlf. 455045 FØÐINGAR 6. okt. fingu Rebekka og Kristbjørn Olsen, Ålborg, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3700 gr. 20. okt. fingu Turið L. Petersen og Eyðstein Skipanes, Århus, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3400 gr. 20. okt. fingu Sigga Durhuus og Finn Ellingsgaard, Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 2835 gr. 21. okt. fingu Guðrið Sólheim Petersen og Brian Væring, Bording, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4500 gr. 27. okt. fingu Diana Simonsen og Niels Bertholdsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 4000 gr. 27. okt. fingu Jan og Rúna Hentze, Hoyví, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 2750 gr. 27. okt. fingu Tina Tórarenni Skúvoy og Jóannes Helmsdal, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4200 gr. 27. okt. fingu Oluffa og Jonhard Hammer, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4300 gr. 27. okt. fingu Eydna D. og John V. Petersen, Norðragøta, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3200 gr. 28. okt. fingu Súsanna Skála og Brandur Jacobsen, Syðrugøta, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3650 gr. 28. okt. fingu Una og Herluf Johansen, Vestmanna, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3600 gr. 29. okt. fingu Sunrid og Beinir Joensen, Saltangará, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4000 gr. 30. okt. fingu Kristianna og Torleif Johannesen, Nes, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4700 gr. 31. okt. fingu Ólrun og Kristján Eiriksson, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4150 gr. 1. nov. fingu Christa og Kári Niclasen, Argir, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3350 gr. 2. nov. fingu Mia Petersen og Dánial Hansen, Miðvágur, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3350 gr. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Føroyskir bøndur raktir í høvdið av ES reglum Meginfelag Búnaðarmanna í Kollafirði hevur í heyst keypt skinn frá føroyskum bóndum við tí í hyggju at útflyta tey til Spania. Men nú er komið undan kavi, at tað er forboðið Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Seta trygdina hjá sínum egnu í vanda Við órímiligum krøvum seta fakfeløgini bæði trygdina hjá sínum egnu limum, og hjá sjómonnum sum heild, í vanda, heldur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri Ein, sum er ómetaliga harmur um, at nýggja stásiliga vaktar- og bjargingarskipið, Brimil, ikki enn er sloppin til Føroya av ósemju um løn, er Jørgen Niclasen fiskimálaráðharri. Higartil hevur hann ikki sagt so nógv um ósemjuna. Men í eini viðmerking til Sosialin sigur hann nú, at hann harmast, at fakfeløgini brúka hendan møguleikan í eini roynd at trýsta lønina upp. Fakfeløgini hava ikki dult fyri, at tey brúka Brimil sum eitt høvi til at royna at trýsta lønirnar upp. Úrslitið er, at tey hava kravt eina lønarhækking uppá 30-40% og tað er órímiligt, heldur fiskimálaráðharrin. Tað er eisini órímiligt at krevja, at lønin á Brimli skal vera 30-40% hægri enn á Tjaldrinum Spæla við trygdini Jørgen Niclasen heldur, at tað, sum fakfeløgini í veruleikanum royna, er at trýsta landsstýrið til at gera landskassan til eitt sjálvtøkuborð og tað ber ikki til. Avleiðingin av ósemjuni er, at skuldi nakað borist á, mangla vit eitt skip til at bjarga. Og tað er at seta trygdina á sjónum upp á spæl. Tað er trygdin, sum er tikin til gísla í hesum máli. Hann sigur, at skuldi nakað borist á, ivast hann ikki í, at ábyrgdin fer at verða løgd á Landsstýrið. Men har eru vit í teirri merkiligu støðu, at vit fáa ikki røkt okkara uppgávur til fulnar.Vit hava tikið tað neyðuga stigið og hava bygt eitt skip, sum tað sømir seg eini siglandi tjóð sum føroyingum. Men vit fáa ikki brúkt tað, tí fakfeløg seta seg upp ímóti landsins myndugleikum. Jørgen Niclasen vil ikki leggja seg út í, hvat lønin hjá manniningini á Brimli eigur at vera. Men hansara staðiliga áheitan er tí, at partarnir vísa vilja og setast aftur til samráðingarborðið, tí tað er fyrsta treyt fyri at koma til semju. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Brendu fyri yvir eina millión í ár Hóast Meginfelag Búnaðarmanna í Kollafirði hevur latið pening fyri seyðaskinn í ár, eru næstan øll skinnini farin í brenniovnarnar. Føroyingar, sum fáast við seyðahald, hava ikki tikið væl undir við tilboðnum frá Meginfelag Búnaðarmanna í Kollafirði um at keypa seyðaskinn. Tað verða flettir einir 70.000 seyðir í Føroyum um árið, men kortini hevur Meginfelag Búnaðarmanna ikki tikið ímóti meiri enn 7.500-8.000 skinnum. Sostatt eru yvir 60.000 skinn farin í brenniovnarnar, hóast tað hevur borið til hjá fólki at fáa prís fyri tey. Tað var áðrenn slaktið kom fyri, at Meginfelag Búnaðarmanna, MBM, lýsti í bløðunum, at tað keypti seyðaskinn. Vit lótu 25 krónur fyri skinn, sum vóru 1. floks og 22 krónur fyri 2. floks skinn, sigur, Jógvan Svarthamar í Meginfelag Búnaðarmanna. Men tað vísti seg ikki at muna, tí tað er ikki so frægt sum tíggjunda hvørt skinn komið til høldar kortini, sigur hann. Hetta er lítið afturímóti hvat tað plagdi at vera, tí í 1997 komu 35.000 skinn til høldar, men tá var prísuriun eisini 50 krónur fyri skinnið. Í fjør fóru hinvegin øll skinnini burt, tí tá fekst als ongin prísur fyri tey. Ov lítið enn Jógvan Svarthamar heldur, at orsøkin til, at tað er so lítil undirtøka, er, at prísurin er ov lágur enn. Fyri at vit kundu lata prís fyri skinnini ár ár, kravdust, at tey vóru væl hagreidd og at tey vóru væl saltað. Tað skal minst trý kilo av salti til hvørt skinnið og tað skal saltast væl út í kantarnar, annars rotar tað. Harafturat kemur, at ærsskinn og veðraskinn verða altíð mett at vera 2. floks og bara lambsskinnini kunnu vera 1. Floks, tá ið tey eru hagreidd eftir forskriftunum. Eini 15% av skinnunum, sum MBM hevur tikið ímóti, eru 2. Floks. Vanliga kostar ein sekkur við 25 kilo av salti um 50 krónur, Sostatt skal salt fyri minst seks krónur á hvørt skinnið. Búgva fólk úti um landið kemur so fraktin afturat, og so er ikki so nógv eftir av tí, vit lata fyri skinnið. Her skal tó viðmerkjast at MBM hevur selt salt fyri nakrar og trýati krónur fyri sekkin. Hetta hevur gjørt, at fólk hava framvegis ikki hildið, at tað hevur veríð ómakin vert at avreiða skinnini Jógvan Svarthamar sigur, at tað vísir seg eisini, at tey allarflestu skinnini koma av meginøkinum, har fraktin ikki er so dýr til Kollafjarðar, ímeðan lítið og onki kemur úr útjaðaranum. MBM selur skinnini til keyparar í Spania, sum gera klæði og skreytpløgg burturúr teimum. Fyrr vóru skinnini seld eystureftir, men tann marknaðurin er fullkomiliga dottin niðurfyri, sigur Jógvan Svarthamar. Hann leggur afturat, at MBM tekur ímóti skinnum hendan mánaðin afturat. Alt snýr seg um at tora Rasmus Klipp verður hann nevndur og mánadagin sýnir hann myndir fram í SMS. List er ikki bert fýrakantar á vegginum, leggur Rasmus dent á. Hann metir eisini sum list at liva lívið rætt. Vit hava hitt Rasmus til eitt prát um list, lív, ímyndina av hvør ger hvat innan heimligu veggirnar og mangt annað. Vit klippa eina løtumynd av Rasmusi Rasmussen Lív & List Dagfinn Olsen Hann er ein av kendu havnarmyndunum. Og myndir er júst tað, ið hann evnar burturúr Havnini, tó at hann eisini finnur myndevni uttanfyri høvuðsstaðin. Rasmus Rasmussen er tey seinnu árini rættiliga vorðin kendur og vælumtóktur fyri sínar frálíku klippmyndir. Men hann dugir annað og meira og er ein, ið fær tað mesta at rigga, ið hann fer í holt við. Hann er handverkari og fittur í hondunum. Tað bera eisini hús hansara boð um. Tá eg skal greiða myndamanninum frá, at húsini hjá Rasmusi standa í Mammulág í Havn, beint omanfyri viðarlundina, so er skjótt hann raknar við, tá eg greiði frá húsunum. Gul og sermerkt við ymsum útskornum á til prýðis. Innkomin leggur ein beinanvegin til merkis allar lutirnar á vegginum, ið avgjørt mugu hava sína søgu, vøkru rundu hurðarnar, myndirnar av gomlum havnarmonnum - familjan, og myndirnar eftir William Heinesen, ið var granni og systkinabarn mammu Rasmus. Hana kenna tey flestu eisini, tí hon nevnist Rigmor Restorff. Rasmus tekur fegin ímóti, bjóðar kaffi og prátið gongur beinanvegin. Blaðmaðurin er hvørki komin úr jakkanum ella hevur fingið pennin fram, men Rasmus greiðir livandi frá, prátar, so at talan verður ikki um samrøðu, men hugna og eitt rættiligt kaffiprát um alt millum himmal og jørð. Sum at loysa krossorð Eini 14 nýggjar myndir eru á sýningini mánadagin, mest myndevni úr Havn, sigur Rasmus, sum tó leggur dent á, at tað meira enn so kemur fyri, at hann hevur myndevnini av bygd. Hann hevur t.d. gjørt jólamerki og telegram og minnist skemtiliga aftur á ólavsøkuna, tá hann sat og klipti ein jólakalendara fyri Barnabata. Tað var tungt at sita inni og klippa nissur, meðan bygdamenn dansaðu føroyskan dans á gøtuni uttanfyri, lær Rasmus. Myndirnar hesaferð eru stórar, men stílurin annars eyðkendur. Kanska ein fer meira í smálutir nú, men hetta við at klippa, er sum at loysa krossorð. Onkutíð kemur meira burturúr, enn aðrar tíðir. Ein kann lata tað liggja og so taka fram aftur. Tað er gott, at eg havi tað sum ítriv, tí tað er sum at leika eitt ljóðføri. So vælsignað at taka fram, tá íblásturin er har, sigur Rasmus, ið ikki er fremmandur fyri tónleikinum. Hann hevur leikt í hornorkestri og var eisini við í Gogguni, har mamman, Rigmor, eisini leikti. Tað er ein gleði við tí, sum verður gjørt, tá tað er ítriv, sigur Rasmus, ið hevur sín stíl og ikki ætlar at broyta hann, tí hann sær onga orsøk, men vil heldur leggja seg eftir at gerast dugnaligari. Selji eg eina mynd, so gevi eg ein part av mær sjálvum. Føroyingar meta ofta abstrakta list sum..., ja, snobbarí! Onkur segði um Ingálv av Reyni, at hann roynir og roynir, men fær tað ikki at líkjast, smáflennir Rasmus, ið ikki ætlar sær at gerast abstraktur, bert fyri at vera abstraktur. William segði nei Rasmus hevði á ungum árum ætlanir um at fara til Danmarkar at útbúgva seg innan list og klipp. Men systkinabarn mammuna, tann sjálvlærdi úrmælingurin við saksinum, William Heinesen mælti honum frá, tí hann helt, at gott var, sum tað var. Rasmus skilti tá ikki heilt, men hevur seinni ásannað, at óivað hevði verið truplari at úttrykt seg, um onkur professari hevði lagt lag á av nýggjum og mælt til ymisk litbland og at pappírsvalið skuldi vera so ella so. Um byrjanina sigur hann, at kanska byrjaði klippingin í Nonnuskúlanum, har ofta nógv var gjørt við klipp, men verulig gongd kom ikki á, fyrr enn umleið 1982. Tá mælti ein systir honum til at sýna fram og sýningarnar hava verið mangar síðani og tað er eingin loyna, at ofta verður alt nærum rivið burtur eftir lítlari løtu, tá Rasmus sýnir fram. At tora Prátið gongur av tí allar besta og tað skal brátt vísa seg, at lyklaorðið í kaffiprátinum omanfyri viðarlundina hóskvøldið 2. november 2000 er at tora. Stovan er full av søguligum lutum. Enntá eitt so vakurt chatol, ið fyri tað kundi verið keypt fyri dýran penga. Men sum øll húsini sum tey eru - bæði innan og uttan, so hevur Rasmus sjálvur evnað til. Tað ræður bara um at tora. Líkamikið hvat ein byrjar uppá, sigur húsavørðurin Rasmus, sum sipar til húsini, ið hann sjálvur hevur bygt, hann sipar til klippingina, tað at sýna fram, at hava sett 3 børn í verðina, altavbjóðandi starvið sum húsavørður hjá Serforsorgini, men hann sipar sanniliga eisini tosar um lívið, har ein eisini skal tora. Ein skal gera nakað fyri seg sjálvan. Skal ein verða nøgdur, má ein gera nakað fyri tað. Bumsurin í Fælledparkini heitti á Várharra um at lata seg vinna eina millión, men Várharra svaraði, at so hevði ikki verið so býtt, um hann keypti sær ein lottoseðil fyrst, sigur 56 ára gamli Rasmus, sum hevur funnið seg til sættis, eftir at hava verið giftur tvær ferðir og sum virðismetir heimliga hugnan, tí hann hevur eisini roynt at vakna úr svøvni undir minni heimligum umstøðum, við glerpípum í skegginum. Alt snýr seg um at tora, sigur Rasmus og sipar til týdningarmiklar avgerðir, so sum t.d. hjúnarskilna, har ein skal tora og vera til reiðar at taka avleiðingarnar. Eisini um ein býr í einum pinkusamfelg, sum Føroyum, har slatur er gott undirhald. Men ein skal eisini tora at vera øðrvísi og ikki leggja í slatur og jantelóg, sigur Rasmus, sum er einsamallur undir lonini við yngsta soninum, og hann metir vera ikki sørt frekt, at tá hann hevur hildið føðingardag fyri soninum, so spyrja fólk, hvør nú hevur bakað - mestur omman!. Somuleiðis, tá okkurt nýtt plagg sær dagsins ljós. Og konufólk, sum koma innar undrast, so hugnaligt er inni og so væl urtapottarnir trívast, tí tey vænta at finna ein einsamallan mann, ið situr á einum ølkassa undir einari berari ljósperu og klippur. Men tað snýr seg um at tora og tora at taka avleiðingar. Er ein øðrvísi, so má ein standa við tað, sigur Rasmus og endurgevur ein kendan havnarmann, ið gav gott svar, tá Rasmus segði við hann, at hann var ikki sum hini fólkini. Teimum er nokk av, var svarið. At tora, hugsar blaðmaðurin - meðan pennurin er einar 10 -12 reglur aftanfyri prátið - hvussu nógv av hesum tori og klári eg at endurgeva fyri lesarunum? Men prátið strýkur avstað við miklari ferð og ferðast víða og hart sperdi pennurin griflar víðari. Familjan At myndevnini ofta er úr Havn grundgevir Rasmus við, at í Havnini gongur hann alla tíðina. Men ofta kann listamaðurin ganga ofta framvið, áðrenn eygað fangar uppløgdu myndevnini. Eg kann kalla meg 100% havnarmann, sigur Rasmus, sum tó viðgongur, at samanrenningin av Restorff og Rasmussen kanska er heldur løgin og í andsøgn við seg sjálvan. Abbin í Restorff ættina var dani og bakaði breyð, meðan hin abbin var Rasmus Rasmussen, Rasmus á Háskúlanum. Boð um ramligt føroyskt. Men hóast í andsøgn, so var talan um mentan í báðar ættir, ikki bert Háskúlaættina, tí tað at baka er helst eisini mentan, sigur Rasmus við einum smíli. Restorff ættin er kend fyri list og tónleik. Hvussu við Rasmussen ættini? List er so mangt; at knýta sær lissurnar er list ella ein kunstur. Somuleiðis at steikja sær egg ella at liva lívið rætt. List er ikki altíð okkurt vakurt og fýrakantað á vegginum, sigur Rasmus, sum heldur vera heldur einsamalt at klippa, tí er talan t.d. um at spæla horn, so ber altíð til at tosa um tað við onkran. Myndamaður og blaðmaður takka fyri kaffi, meðan Rasmus greiðir frá ymsum av tí forvitnisliga á vegginum. Har hanga m.a. violinin hjá øðrum abbanum og lummaurið hjá hinum. Myndamaðurin knossar tungu taskuna uppá herðarnar, meðan blaðmaðurin vissar seg um, at blokkurin er undir arminum, so hann ikki endar sum tilfar til klipp hjá Rasmusi. Vit leita út í kvøldarmyrkrið og vakra aldingarðin, ið randar vøkru húsini, meðan Rasmus vissar okkum um, at klipp og hondverk hongur saman og at eins og í øllum lívsins viðurskiftum, so ræður um at tora. Rasmus Klipp nýtir summarið til húsini og veturin til klipp og hann sannar, at hann arbeiðir best um náttina, so hvør veit, um leiðin ikki hevur verið vís inn í væl útgjørda arbeiðsrúmið, eftir at mynda- og blaðmaður eru horvnir í heystmyrkrinum?. Mánadagin verður møguleiki at síggja úrslitið av einsamøllu klippunum á náttartíð í Mammulág omanfyri viðarlundina í Havn. Framsýningin verður at síggja alla vikuna í SMS og letur aftur leygardagin. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Heidi fekk hetjumóttøku Sum tað sømdi seg einum røttum olympiskum vinnara, fekk Heidi Andreasen eina móttøku, sum var eini drotning verdug, tá hon kom heim aftur til Eiðis hóskvøldið Móttøka Eiði: Á Eiði fór maður av húsi hóskvøldið, tá Heidi Andreasen kom heim aftur við fýra olympiskum heiðursmerkjum. Heidi fekk eina móttøku, sum var eini drotning verdug. Regnið sílaði spakuliga niður í stillinum hóskvøldið. Tað gekk ein rúgva av børnum á Vaglinum. Summi høvdu bannarar, og onnur høvdu kyndlar. Tey gjørdu klárt til móttøkuna, sum verða skuldi, tá kendi javnaldri teirra, Heidi Andreasen, koma aftur til heimbygdina eftir at hava gjørt øllum landinum æru hinumegin Jarðarknøttin. Fleiri fólk komu aftrat. Bilarnir vórðu settir ymsastaðni longri burtur frá. Fløgg og sangir vórðu býtt út. Har støðu børn og ommur, vaksnir menn og gamlir abbar við sangblaðið og flaggi. Børnini fingu øll kyndlar, og summi festu í beinanveg, hóast tað enn var umleið eitt korter, til bilurin við Heidi var væntandi. Nú fartelefon er í hvørjum lumma, er einki fyri at halda seg kunnaðanum um, hvar hvør er staddur. So sleit í. Tað tóktiskt, sum vildi tann, sum við kranan situr, ikki hava sitandi á sær, at hann skuldi oyðileggja hesa fagnaðarløtuna við regni, nú olympisk heiðursmerki á fyrsta sinni komu til Eiðis. Stákast varð inni í húsunum, sum Eiðis Kommuna eigur, og har slík tiltøk plaga at verða fyrireikað. Fólk frá bygdarráðnum, frá Eiðis Bóltfelag og onkur granni hjá familjuni hjá Heidi sóust tita kvikliga upp og niður trappurnar, Summi við leidningum, sum settir vórðu til mikrofon og hátalarar, onkur við blómum og øðrum gávum, og so onkur, sum bara sá út til at hava nógv um at vera. Alt skuldi skipast upp á besta máta. Tað kemur alt meira fólk. Vaglið fyllist, og fólk eru farin upp á trappur og aðrastaðni, har útsýnið er best, fyri at fylgja sum frægast við, tá hendan stórhending í bygdarsøguni skuldi fara fram. Hugt verður yvir á kirkjutornið at vita, hvussu nógv klokkan nú er vorðin. Hon gongur seint eina sovorðna løtu. Kyndlarnir hjá summum børnum eru farnir at styttast, so ráðiligast verður hildið at sløkkja teir, so teir ikki vera niðurbrendir, áðrenn heiðursgesturin kemur. So sæst ein bilur koma sunnaneftir. Øll vistu, at Heidi hevði verið til móttøku í Havn, áðrenn hon kom heimaftur, so tað er sunnaneftir, hon skal koma. Bilurin kemur sakuliga glíðandi heim eftir Kirkjuvegnum og steðgar. Jú, fólk kenna bilin hjá pápanum, so har er eingin ivi, nú er hon her. Fólk tyrpast saman um bilin. Heidi situr aftan fyri. Hon hyggur uttan um seg og sær ógvuliga ovfarin út, tá hon stígur úr bilinum. Jú, sigur pápin. Vit vistu, at okkurt skuldi verða, men at tað skuldi vera so stórfingið, høvdu vit ikki roknað við. Og hann hvørvur í fólkamongdini, sum troðkast saman um tey fyri at sleppa at ynskja tillukku við hesum frágera bragdið, hendan unga gentan hevur gjørt. Sum vera man verður stillað upp til myndatøku. Omman og abbin á Eiði eru, sum rímiligt er, mitt í rúgvuni. Ikki er sørt, at sinnismunur sæst aftur í onkrum andliti. Og skulu tey ikki vera eitt sindur rørd eina slíka løtu, verður ringt at finna løtuna, sum hóskar betri. Tað verður kroyst og klemmað og onkur hevur hug at fella eitt tár eisini. Vinkonur, javnaldrar, skúlafelagar, lærarar, ommur, konur, menn og øll hini. Øll vilja sleppa fram at at ynskja tillukku. Øll meina tað av innasta hjarta, og Heidi og øll familjan hevur tað so hjartaliga uppiborið. Sjónligt er, at Heidi er móð eftir drúgvu ferðina heimaftur. Men hon ber seg manniliga. Er glað og tekur blídliga í móti øllum, sum koma at heilsa henni. Og so eru tað røðurnar. Har eru fólk frá bygdarráðnum og frá ítróttarfelagnum, sum vilja siga nøkur orð og handa gávur. Umboð fyri mentanardeildina og bygdarráðsformaðurin halda røðu. Og at enda fer pápin upp á røðarapallin og takkar hjartaliga fyri ta stórfingnu móttøku, tey hava fingið. Tað er stilli, og púra íslitið. Kyndlarnir eru farnir at styttast, og eitt sindur er farið at tynnast í mannamúgvuni. Heidi stendur glað og væl nøgd mitt í rúgvuni av vinkonum, sum ikki vilja sleppa henni. Eina løtu, beint tá hon kom úr bilinum, var hon sjónliga ávirkað av møði, sum ikki kann vera so løgið. Túrurin úr Sydney til Eiðis er ikki nakað, sum ein bara ger, uttan at tað merkist. Men skúlastjórin hevði lovað henni, at hon fær frí í morgin, skiltist. Men nú er alt líkasum gloymt. Nú er hon aftur á kendum leiðum. Við fýra olympiskum heiðursmerkjum, sum hon hevur vunnið á útferð, har hon hevur sett Føroyar á heimskortið og brent tilvitanina um hendan lítla oyggjaflokkin inn í høvdið á teimum >>down under<<. Sanniliga hevur Heidi Andresen upplivað bæði, at her gjørdist.......... heimferðin blíð og bjørt, og Føroyum hevur hon hepni gjørt. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Føroyingar hava vunnið Tað er ein stórur sigur fyri Føroya fólk, at landsstýrið er bukað til at sleppa fullveldisætlanini, sigur Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum í viðmerking til nýggju ætlan landsstýrisins Politikkur Føroyingar hava alla grund til at gleðast, tí alt, sum landsstýrið hevur roynt at fingið upp at standa, er skramblað fullkomiliga saman, sigur Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum. Og tað er púra burturvið at tosa um at hava fólkaatkvøðu, sum skal binda komandi løgting og føroyingar annars, sigur sambandsformaðurin. Eg má siga tað, at tað vóru tríggir ógvuliga lotir og avhølvaðir floksformenn, sum sótu á tíðindafundinum í Tinganesi hóskvøldið, sigur Edmund Joensen. Lotir, sigur hann, tí alt, teir hava stríðst fyri í hálvttriðja ár, er farið í fillur. Og avhølvaðir, tí tað var heilt týðiligt, at teir høvdu als onga uppbakking fyri sínum politikki, hóast teir royndu at sannføra fólk um nakað annað. Sambandsformaðurin sigur, at alt, sum hendan samgongan, og serliga Tjóðveldisflokkurin fór til val uppá, er farið fyri einki. Og landsstýrð er gjørt fullkomiliga til láturs, við teirri vend, gongdin nú hevur fingið. Her er høvdið bitið av allari skomm, nú landsstýrið leggur ein politiska ætlan fram, sum gongur beint móti tí, tey annars hava arbeitt við. Væl siga tey, sigur Edmund Joensen, at endamálið framvegis er fullveldi. Men tað metir hann hvørki landsstýrið ella nakran annan halda vera realistiskt í bræði. Tað er heilt greitt, sigur Edmund Joensen, at tann fólkaliga mótstøðan, sum er vorðin alt greiðari við tíðini, hevur noytt landsstýrið at venda øllum sínum ætlanum á høvdið. Edmund Joensen sigur, at hann sjálvandi frøist um, at ætlanin hjá landsstýrinum er slept, og at landsstýrið nú er farið aftur til Heimastýrislógina. Tí tað er einki annað, sum hent er. Yvirtøkurnar, sum nú verður tosað um, eru heilt í tráð við Heimastýrislógina, sigur hann. Edmund Joensen metir tað vera meiningsleyst og tekin um lítið politiskt skil at tosa um fólkaatkvøður, sum til allar tíðir skulu binda føroyska politikkarar og tey til einahvørja tíð sitandi løgting at fylgja ávísum fyriskipanum, sum eitt landsstýri í 2001 heldur vera í lagi. Løgtingið eigur at tilpassa seg teimum umstøðum, sum til einahvørja tíð eru í samfelagnum, sigur hann. Vit kunnu bara gleðast um, at landsstýrið er farið at reka sambandspolitikk, staðfestir Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum. Nøvn í vikuni 85 ár Í dag fyllir Mia Anthoniussen, Mia í Ansastovu í Oyndarfirð 85 ár. Mia er ein av teim fáu, sum enn býr nirði í gomlu bygdini í Oyndarfirði og hon býr heima enn. Mia er ein fyrikomandi kvinna og hon er væl kend. Leingi hevði hon telefonstøðina í Oyndarfirði og so at siga alt samband við bygdina, sum tá lá uttan vegasamband, gekk gjøgnum Støðina og Miu. Mia er stødd hjá systurdóttrini Lenu í Havn føðingardagin Holger Arnbjerg leiðari á Altjóða Skrivstovu Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sett Holger Arnbjerg í starv sum leiðari á Altjóða Skrivstovuni, sum júst er sett á stovn. 18 umsøkjarar vóru til starvið. Holger Arnbjerg er 49 ára gamal og dani. Hann er giftur Sonju Klein, presti, og tey eiga tvey børn. Holger hevur búð í Føroyum síðan 1988, her hann hevur verið lærari. Holger er føddur í 1951 í Vorbasse, nærindis Billund á Midtjyllandi. Hann tók studentsprógv í 1970 á Vestjydsk Gymnasium í Tarm og fór síðani til Keypmannahavn at lesa samfelagsfrøði á universitetinum. Í 1975 fór hann at undirvísa á Haslev udvidede højskole, samstundis sum hann las. Holger Arnbjerg er cand.mag. í samfelagsfrøði og ítrótti. Seinni hevur hann lisið vinnulívsbúskap og hevur eisini námsfrøðiligu útbúgvingina. Holger hevur starvast á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum fleiri ár. Harumframt hevur hann undirvíst á háskúla, á Sjúkrasystraskúlanum, á Fiskivinnuskúlanum og á Føroya Handilsskúla. Holger Arnbjerg hevur drúgvar royndir sum lestrarvegleiðari og hevur eisini útbúgving sum lestrarvegleiðari. Altjóða Skrivstovan er ein stovnur undir Undirvísingar- og Mentamálastýrið, men skal halda til á Fróðskaparsetri Føroya. Endamálið við skrivstovuni er at vera savningarstað fyri vitan og um útbúgvingar-, granskingar- og stuðulsmøguleikar uttanfyri Føroyar. Skrivstovan skal eftir ætlan fara at virka tann 1. desember í ár, og hon skal vera sambindingarlið millum lesandi og lærustovnar úti og heima. Skrivstovan skal eisini hava ítøkiligar uppgávur í sambandi við lestrarvegleiðing og ráðgeving, umsiting av millumtjóða avtalum og samskipan av samstarvi við útlendskar lærustovnar. Minningarorð um Arnbjørn Thomsen 30. oktbober hevði Arnbjørn fylt 60 ár, men soleiðis skuldi tað ikki verða. Arnbjørn fekk ferðaboð so brádliga og óvæntað ein góðveðursdag mitt í summar. Stórur er saknurin her á Blákrossheiminum, nú Arnbjørn ikki er her ímillum okkum meira. Ja, hann veður saknaður bæði av starvsfólki og búðfólki. Eg kom at kenna Arnbjørn í 1988, tá hann kom at arbeiða her. Arnbjørn var eitt gott menniskja, altíð góður og lættur at vera saman við, altíð í góðum lag, ongantíð hoyrdi eg hann tosa ilt um nakran. Nei, hann var altíð við tí góða orðinum. Hann spardi seg ikki í arbeiðinum. Eg minnist so væl einaferð, tá eg skuldi hava náttarvakt jólanátt, tá ringir hann til mín og segði, at hann vildi taka vaktina fyri meg, so at eg kundi verða heima. Soleiðis var Arnbjørn, altíð klárur at gleða okkum onnur. Arnbjørn kom til persónliga trúgv á Jesus fyri nøkrum árum síðani, og hettar krógvaði hann ikki burtur. Tann góði maðurin bleiv bara betur eftir hetta. Góði Arnbjørn, tú troystaði og uggaði so nógv í neyðini. Nú verður tú sjálvur troystaður heima hjá honum, sum segði: Komið higar til mín øll tit, sum hava tungar byrðar at bera, eg vil veita tykkum hvílu. Og til tykkum fara børn hansara, tit sum vóru hansara eitt og alt: Harrin styrki tykkum í stóru sorg tykkara, nú tit hava mist so nógv, og hann hjálpi tykkum í komandi tíðum. Friður veri við minninum, um okkara kæra vin Arnbjørn. Margeir Hjálp! eg havi fingið samleikatrupulleikar (identitetskrisu) Vaknaði í morgun og ivaðist, um eg skuldi fara upp ella leggja meg aftur. Men so var tað eg helt, at best mundi vera at skriva seg úr hesum trupulleika. Tí biði eg onkran hjálpa mær at loysa mín trupulleika. Og vónandi fái eg okkurt svar. Her er so skrivið: Nemus Nap. Djurhuus Til rætta viðkomandi! Eri eg føroyingur, tí eg búgvi í Føroyum, sum er ein tjóð, og ger hetta meg til føroying ella eri eg føroyingur, tí eg eri dani, sum er fastbúgvandi í Føroyum og ger hetta meg til føroying ella er tað okkurt heilt annað, sum eg ikki havi hugsað um, sum ger meg til føroying Viðurkenning av tí føroysku tjóðini Sagt verður, at ein vika er long tíð í politikki, og nú hava vit enn eina ferð fingið prógv fyri hesum. Tá henda vikan byrjaði, sá alt svart út fyri Føroyum. Danir hóreiggjaðu sær sum ongantíð fyrr, og hildu væl til standa. Zakarias Wang Men nú er viðvent í holuni. Vit fingu til okkara frøi at hoyra, at føroysku politikarnir stóðu sum ein maður ímóti tí donsku stjórnini, sum ætlaði at fáa sær ein feitan bita her í Norðuratlantshavi. Tí í øllum tí tosi, sum er um fólkarætt og tjóðarrætt í hesum døgum, so skulu vit minnast til, at tá ið tvey lond eru gingin saman um at vera ein fólkarættarlig eind mótvegis útheiminum, so skulu framvegis fólkarættarreglur nýtast til at avgera hvat ið er rætt og skeivt í samskiftinum millum hesi framvegis sjálvstýrandi lond. Ein av hesum reglum er, at skal annað landið gerast ein partur av hinum landinum og tjóð tess avtakast, so skal tað samtykkjast av hesum landinum sjálvum. Av tí, at tað er fullkomin semja millum allar teir føroysku flokkarnar um, at vit aldrin hava samtykt at vit eru ein partur av donsku tjóðini, so at vit sum búgva her eru danir, er tað tí fullkomuliga greitt, at vit ikki hava slept okkara støðu sum eitt land, sum er javnbjóðis við Danmark. Men fyri danir er støðan verri enn so. Teir hava aktivt verið við til at samtykt at føroyingar eru ein tjóð. Hetta gjørdu teir, tá ið amtmaðurin tann 31. marts 1948 kunngjørdi heimastýrislógina á føroyskum í Kunngerðarsavninum, tí har hevur hann skrivað undir uppá, at føroyingar eru ein tjóð. Amtmaðurin var ikki hvør sum helst, tí hann kundi bert gera nakað, um stjórn hansara góðkendi tað. Helt danska stjórnin tað vera skeivt, sum amtmaðurin kunngjørdi, so kundi hon sýtt honum í at skriva undir lýsingina, men tað gjørdi stjórnin ikki. Donsku politikararnir kunnu so í dag harmast um, at teir hava gjørt hetta, sum teir nú halda vera eitt mistak. Men tað sleppur teimum ikki undan at teir hava viðurkent ta føroysku tjóðina, og at føroysku politikarnir hava fullkomuliga rætt í tí teir siga um tjóðarrættindi okkara. ODDAGREIN: Total kapitulatión Tíðindafundurin í Tinganesi í gjár var milt sagt ein >>ynkelig affera<<. Sjáldan hava føroyingar sæð landsins leiðandi fólk so groggy og ódisiplinerað fyri opnum skíggja sum henda søguliga hósdagin 2. november. Hetta var antiklimaks á tí uppgeilaða politiska leiki, ið fyrst og fremst Tjóðveldisflokkurin hevur staðið á odda fyri nú í skjótt trý ár. Ein slík kúvending í einum so stórum máli kemur neyvan av ongum. Tað er ikki so ringt heldur at ímynda sær, hvat er farið fram handan leiktjøldini í Tinganesi hesar seinastu dagarnar. Anfinn er vorðin so hart kroystur av sínum egna baklandi, at hann hevur givið Tjóðveldisflokkinum valið millum at fara úr Tinganesi ella at fylgja stig fyri stig leisti Fólkafloksins. Fyri ikki heilt at missa andlit hevur formaður Tjóðveldisfloksins tó fingið løgmann at varðveita orðið fullveldi og eina diffusa fólkaatkvøðu um eina ella aðra ætlan. Tað sær tí ikki mætari út enn, at løgmaður loksins hevur avdúkað tað, sum hann hevur dult so leingi og kamuflerað aftan fyri heitið "Breið semja". Tað stendur púra greitt, at landsstýrið hevur hálsað um. Tjóðveldisflokkurin hevur verið ov bráður at framskunda eina annars náttúrliga gongd. Nú er fullveldið ikki byrjanin á gongdini. Nú er tað endin, nakað, ið líkist meira tí, sum eisini andstøðan hevur víst á: at vit skulu yvirtaka sohvørt vit megna tað og gerast meira og meira sjálvstøðug alt við tí fyri eyga ein dag at standa sum sjálvstøðug tjóð. Javnaðarflokkurin hevur so sum eitt alternativ eisini skotið upp at gera eina heilt nýggja skipan við Danmark. Var tað hent í nøkrum øðrum landi, tað, sum Føroya fólk nú eru vitni til, hevði landsstýrið lagt frá sær, og val varð útskrivað. Einhvør stjórn, sum hevði liðið eitt so stórt niðurlag í sínum kardinalmáli, hevði tikið eitt val. Tað er djúpt, djúpt ódemokratiskt at verða sitandi. Kúvendingin - tann totala kapitulatiónin - má vera ein beiskur biti hjá Tjóðveldinum at svølgja. Men kamelarnir ganga væl niður. Tær nýtist annars ikki at vera serfrøðingur fyri at gjøgnumskoða, hvat veruliga hendir: At Tjóðveldið hevur valt maktina framum um fullveldið. So einfalt er tað. Tá formaður Tjóðveldisfloksins biður politikarnar lata vera við at gera málið til partapolitikk, so er tað toppurin á øllum frekleika. Tí Tjóðveldisflokkurin hevur sjálvur gjørt hetta til partapolitikk. Tí, var tað málið, ið flokkurin helt fast um, so hevði hann eisini tikið seg úr landsstýrinum eftir hetta stóra niðurlagið. Men tað er maktina, ið flokkurin vil halda fast um, og tað prógvar støðan nú. Eitt sindur í andstøðu til orðini hjá einum kendum tjóðveldismanni: vit víkja ikki ein tumma. Veruleikin er, at tað hevur ongantíð verið rikin so feitur partapolitikkur sum nú. Hetta er feitur partapolitikkur! Tjóðveldisflokkurin ger hetta fyri at tryggja sær valdið eisini eftir næsta løgtingsval. Hetta snýr seg um einki minni enn løgtingsvalið. Sosialurin Tórshavn Vár Miðstøð og Tjóðveldisborg Tjóðveldisflokkurin er flokkur teirra ungu. Flokkur teirra ungu føroyinga, sum hava fagrar dreymar og djarvar hugsjónir um eitt sjálvstøðugt land. Johan Mortensen Valevni fyri Tjóðveldisflokkin Eitt land sum aðrar tjóðir hava virðing fyri. Her býr gott fólk í góðum landi hóast tað ídag eru teir landsmenn okkara sum hava tann frekleika at seta spurnartekin við um hetta land kann rópast ein sjálvstøðug Tjóð ! Framtíðin hjá okkum sum Tjóð verður avgjørd av teimum ungu veljarunum., eisini teimum mongu sum fyri fyrstu ferð fara á Býráðsval. Gerið hetta val til eina álitisváttan fyri Fullveldið sum allir rættsiktaðir Føroyingar taka undir við av heilum tjóðskaparhjarta. Tjóðveldisflokkurin er flokkur teirra ungu. Gerið høvuðsstaðin til føroya Miðstøð og Tjóðveldisborg. Politikkur er at vilja !! Hesi orð eru blivin víðagitin og tað var Olof Palme ið er kendur fyri at siga tey. Eyðgunn Samuelsen býráðslimur. Og tey eru so sonn sum tey eru søgd. Tað vikrar fyri mær sum fólk halda, at tað ber ikki til at nýta peningin ið Klaksvíkar Komuna fær inn í skattið ørðvísi enn gjørt verður. Ti dømis siga fólk ofta, vit hava ikki ráð at gera svimjihøllina, byggja `osáskúlan út ella gera skúlan á Ziskatrø lidnan skjótari enn nú. Hetta er als ikki so !!! Tey sum komandi í býráðið, og eru í samgongu velja hvat tey vilja nýta peningin til !!! Um peningurin skal nýtast til vegir og havnir fyrst og at tað sum síðan leypur av verður smábýtt millum tey bleytu økini, su hevur verið gjørt tey seinastu nógvu árini í Klaksvík er tí teir politikarir ið hava sitið hava valt at gera so. Tá ið vit so hugsa um, hvørjum standi nógvir av okkara vegum eru í og at summi enntá Iiki hava ein lidnan veg til húsini enn, so er tað heilt ótrúligt, tá ið vit vita at Klaksvíkin hevur haft eina lániskuld á yvir 200 milliónir og at meginparturin er nýttur til henda partin. Eitt annað gott dømið um at tað ber til um ein vil, er barnaansingin. Ongin politikari fór til val fyri fýra árum síðani uppá at loysa barnaansingartrupuleikan, hann var til tá, men teir flestu vistu kanska ikki um hann. Hesi 4 árini hava víst, at tað ber til at gera nakað við trupulleikarnar um vit vilja. Økingin í fíggjarætlanini hjá kommununi hesi 4 árini kemur stórt sæð av at vit hava nýtt meira pening til barna ansingina. So um tú ynskir at pengarnir vera nýttir ørðvísi enn teir hava verið, so er bert at velja fólk í býráðið ið vilja. Viðmerking til samrøðu fyrrverandi løgtingsmann Fólkafloksins Jan Müller, blaðmaður hevur í mikudagssosialinum eina samrøðu við fyrrverandi tingmann Fólkafloksins, Birgir Danielsen. Jógvan Mørkøre Greinin reisir tíverri fleiri týðandi spurningar, enn hon svarar. Flestu teirra átti blaðmaðurin dugað at sett sjálvur. Teir verða av einihvørji orsøk ikki settir, og tí loyvi eg mær at seta teir fram. Fyrst og fremst tí tað í verandi støðu og fyri framtíðina hevur ómetaliga nógv størri áhuga, hvat ið Fólkaflokkurin ætlar og vil standa fyri, enn hvat ið ein fólkaflokslimur heldur um ein samstarvsfelaga í samgonguni. Greinin sigur m.a., at løgmaður - ein royndur og listinlærdur fólkaflokspolitikari - er drigin eftir hárinum av tí nýggja leiðaranum í tjóðveldisflokkinum á ein hátt, so hann, Fólkaflokkurin, er komin í andsøgn við tað, sum fólkaflokspolitikkur eigur at verða. Henda í mangar mátar margháttliga lýsing av politisku støðuni í dag skal eg ikki gera viðmerkingar til, men eg vil heldur seta nakrar spurningar, sum mong munnu seta sær. Tá hugsi eg bæði um fólkafloksfólk og onnur við áhuga fyri politikki: 1. Hevur landsstýrið ikki hildið seg til samgonguavtaluna, tá ið tað hevur samráðst við donsku stjórnina? Málini, ið samgongan her setur sær í sjálvstýrispolitikkinum, er mest av øllum fólkaflokspolitikkur, samanberst tú, hvat ið ymsu sjálvstýrisflokkarnir fóru til val uppá. Tað er ikki sørt, at leiðandi fólkaflokslimir hava breggjað sær av hesum síðani, so eg hugsi ikki, at henda metingin átti at gingið nøkrum í Fólkaflokkinum ov nær. Hevur landsstýrið ikki hildið seg til samgonguskjalið, so skilji eg væl, at fólkaflokslimir ilskast. Men kortini, hetta skuldi so verið eitt innanhýsismál, har flokkurin býður egna løgmann sín at halda seg til ta kós, flokkurin hevur stungið út. Birgir Danielsen kemur als ikki inn á samgonguskjalið og heldur ikki inn á valuppleggið, har Fólkaflokkurin í lítlum bóklingi í fáum og greiðum orðum legði fram, hvussu hann vildi skipa viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Tað er so framvegis tað, ið Fólkaflokkurin borðreiðir við á alnótini, hyggur tú har. Lesur tú tað, ið Fólkaflokkurin hevur sett sær fyri at fremja, og samanberst við tað, ið Birgir Danielsen sigur í samrøðuni, undrast tú á. Tak t.d. hesi orðini hjá Birgi Danielsen, soleiðis sum hann verður endurgivin í samrøðugreinini: "Mítt boð og helst boðið hjá mongum øðrum við ...... er at seta eina menningarprosess í gongd, hvar vit yvirtaka ávís politisk øki, sum vit eisini gjalda fyri. So mugu vit síggja, hvat vit kunnu gera uppá 15 ár og um vit til ta tíð eru før fyri at taka tað stig, sum leiðslan í Tinganesi vil taka í dag. Hetta er torført at siga, tí tað er tengt at, hvussu vit fara at klára okkum." Næsti spurningur fylgir næstan av sær sjálvum, tá tú lesur hetta: 2. Er ein meiriluti innan Fólkaflokkin, sum Birgir Danielsen ger seg til talsmann fyri, farin undir at endurskoða tað, flokkurin fór til val uppá í hesum máli? At tað eru ymiskar áskoðanir innan Fólkaflokkin í hesum viðurskiftum er einki nýtt. Tað var honum í holdið borið, tá ið Vinnuflokkurin og tey, ið saman við Jóannesi Paturssyni fóru úr Sjálvstýrisflokkinum, leitaðu saman og stovnaðu Fólkaflokkin. Tað, sum er áhugavert í verandi støðu og fyri framtíðina, er, hvør áskoðan vinnur og sleppur at mynda flokkin. Sum tað er í løtuni er tað ógjørligt at gera sær eina greiða mynd av, hvat ið Fólkaflokkurin vil í sjálvstýrismálinum. Vóni, at hesir spurningar kunnu koma meira fram í orðaskiftinum, sum nú fer fram. Annaðhvørt so Birgir Danielsen ella aðrir framstandandi fólkaflokslimir, ið nú leggja til brots fyri at fáa lagt á annan bógv, vilja gera so væl at svara teimum. Ella tíðindafólk vilja fremja almenna orðaskiftið við at hava spurningar av hesum slag fremri, so vit fáa greiðu á, hvat politisku flokkarnir vilja og ætla sær. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo VÍF skal takast í álvara Kvinnuliðið hjá VÍF legði einki í drúgvu siðvenjuna hjá Neistanum, men sendu tær hinvegin til Havnar við stórtapi VÍF-Neistin 32-14 (16-7) hondbóltur Uttan at taka munnin ov fullan kann sigast, at VÍF kvinnurnar sendu eina kraftiga ávaring til hini liðini hóskvøldið. Sigursvandu neistakvinnurnar hava kanska ikki verið heilt so einaráðandi seinnu árini, men hinvegin hava tær eisini hesa tíðina verið við í oddinum, hóast talan ikki er vorðin um gullmerki. Niðurspældar Sigurin hjá VÍF gjørdist ikki minni enn 18 mál, og tað man vera langt síðani, at neistakvinnurnar hava fingið ein slíkan lúsing. Til teirra verju kann sigast, at tær máttu vera tær báðar, Ingu Danberg og Bjrøg Patursson fyri uttan, umframt at Súna Mørk í fyrra hálvleiki fekk ein snudd í fótin, sum merkti hana restina av dystinum. Hetta skal tó ikki á nakran hátt dylja yvir, at VÍF í ár tykist hava eitt lið, sum veruliga tykist ætla sær nakað. Góður styrkur Liðið hevur í ár havt tilgong av bæði føroyskum og útlendskum leikarum, og hóast nakað av frágongd eisini hevur verið, so er hendan væl og virðiliga uppvigað. Nýggju leikararnir tykjast at javnviga væl, soleiðis at liðið er sterkt á øllum plássum. Ikki minst er týdningurin av nýggja málverjanum stórur. Eitt er, at hon tekur tað, sum takast skal (og nakað afturat), men harumframt hevur hon eitt útkast, sum hóskvøldið var upprunin til hópin av málum. Eisini hevur styrkti hópurin gjørt Ioana Rápa til ein nógv betri leikara. Í fjør og fyrra árið mundu hon standa fyri á leið helminginum av VÍF málunum, men so er ikki nú. Týdningur hennara er tó ikki minni, men har hon fyrr avsluttaði fyri eitt gott orð, ger hon í dag nógv størri mun av hóttanini, fyri síðani at spæla viðleikarar leysar, tá verjan hugsat um hana. Gomlu dygdirnar hevur tó framvegis, og serliga í seinna hálvleiki sýndi hon, at dugur er í vinstra arminum. Orkan tkist batna Umframt áðurnevnda styrk, so tykist tað eisini, sum at orkan á VÍF í ár er munandi størri, enn hon hevur verið áður. Tær bæði tora, orka og megna at verja offensivt, og hetta gevur eisini møguleikan fyri hópin av sjótálopum. Hetta tóktist eisini at møða neistaliðið, sum í báðum hálvleikunum lá omaná, fyrstu 10 minuttirnar, fyri síðani at verða runnar um koll í 20 minuttir. Jú, sanniliga tykjast tær at meina tað í álvara hetta kappingarárið. Dysturin í tølum: Málskjúttar: VÍF: Sóleyð Mikkelsen 8(2), Ioana Rapa 8(1), Fríða Marjunardóttir 6(4), Nicolina Eyðbjørnsdóttir 4, Alice Høghamar 3, Nicoleta Rado 2, Randi Kúrberg 1 Neistin: Annika Thomsen 5, Susan Brockie 5, Mildrid Jacobsen 2, Súna Mørk 1, Birita wardum 1 Brotskøst: VÍF 8, Neistin 1 Útvísingar: VÍF 3, Neistin 2 Dómarar úr H71: Kristian Martin Skála og Bárður Brimvík. Høvdu eina friðarliga uppgávu, og røktu teir eisini hesa væl. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Meistaraspæl móti meistarunum Tað var ikki bara hevnd, sum stóð á skránni, tá VÍF hóskvøldið vant burtur úr Neistanum. Til tíðir var talan um eina eyðmýking VÍF-Neistin 40-21 (15-10) Hondbóltur So løgið tað ljóðar, so mundu fegnastu menninir í Vestmanna vera teir hjá Neistanum, tá tvær ferðir 60 minuttir endiliga vóru leiktir. Eitt er at tapa stórt, men eini slíkari eyðmýking, sum Neistanum var fyri seinastu løtuna av dystinum, munnu teir bláu ikki hava verið fyri í langa tíð. Tað var beinan vegin í dystinum greitt, at tað var VÍF, sum var betra liðið. Teir løgdu harðliga fyri, men eftir at Neistin valdi at taka Inga Olsen úr spælinum, steðga dragingin hjá vestmenningum nakað. Fimm mál í hálvleikinum bendu sostatt á ein greiðan heimasigur, men , men... Í seinna hálvleiki var so at siga bert ein gongd. VÍF byrjaði beinan vegin at toga frá, og mótstøðumenninir fingu lítið og einki gjørt við hetta. Hvørja ferð Neistin fekk okkurt málið, gjørdu vestmenningar tvey ella trý. Einasta undantakið var miðskeiðis í hálvleikinum, tá neistamenn brádliga fingu trý mál á rað, men kanska hevði verið frægari, um teir ikki høvdu gjørt hetta. Í øllum førum tóktist, at VÍF eftir hetta rættiliga tendraði, og so kundu neistamenn tað sama verið farnir heim. Komandi og farandi Sum nevnt, so varð seinasta løtan av dystinum ein total eyðmýking av neistamonnunum. Seinasta korterið av dystinum endaði 17-4 til VÍF, og meira enn máltølini var tað eisini hátturin, sum hetta varð gjørt uppá, sum var nærum ræðandi. Eftir at hava hildið fast um dysitn alla tíðina, skiftu VÍF eitt gear upp, og úrslitið varð hareftir. Neistamenn góvu skarvin fullkomuliga yvir. Tóktust ómotiveraðir og sløsutir, meðan vestmenningar bara dusaðu sær enn meira. Ingi Olsen gjørdi ein hálvan Anja Andersen, men tað málið kom tó ikki upp á støði á tí, sum Harald Bjørgvin gjørdi í fyrra hálvleiki. Komandi og farandi Eftir dystin sat ein við meira enn einum varhuga av, at talan var um komandi og farandi meistarar. Vestmenningar tykjast vera fullkomuliga í einum flokki fyri seg, og heldur enn at hugleiða um, hvørt tað eydnast teimum at gerast meistar, fóru tankarnir heldur at sveima móti tónunum, sum verða at hoyra í Vestmanna 7. apríl 2001. Tað tykist longu nú vera ivamál, um hesir verða frá Freddy Mercury við >>we are the champions<< ella um tað verður Joe Cocker og Jennifer Gray við >>Up where we belong<<. Og sum eykasetningur kann so skoytast, at Áki Olsen framvegis situr skaddur uttanfyri. Dysturin í tølum Málskjúttar: VÍF: Ingi Olsen 11(5), Martin Hummeland 10, Sámal Joensen 7, Agnar Joensen 6, Harald Bjørgvin 2, Sjúrður Holm 2, John Zachariasen 2 Neistin: Kári Mortensen 8(4), Ragnar Zachariassen 5, Helgi Justinussen 3, Elmar Ósá 1, Áki Mørk 1, Regin Didriksen 1, Jacob Jónsson 1, Ári Rouch 1 Brotskøst: VÍF 6, Neistin 4 Útvísingar: Neistin 1 Dómarar úr H71: Kristian Martin Skála og Bárður Brimvík. Høvdu ikki alt ov nógv at gera, men hildu seg til uppgávuna uttan stórvegis hóvasták. Carl Eli Nolsøe Samuelsen - jakup@sosialurin.fo Vladimir Kramnik nýggjur heimsmeistari Næstseinasta talvið í HM dystinum endaði við javnleiki sum viðførdi at Vladimir Kramnik bleiv heimsmeistari. Eitt talv er eftir at telva, men tá støðan er 8,5-6,5 er dysturin longu avgjørdur. Kasparov var tætt við at vinna hetta næstseinasta talvið, men enn einaferð vísti Kramnik sínar verjudygdir. Talv, HM dystur Ein nýggj tíð í talvi er komin, tað er heilt vist. Seinastu fimtan árini hevur Gary Kasparov myndað ovasta toppin, men hósdagin skrivaði Vladimir Kramnik seg í talvsøguna við at yvirtaka heimsmeistaraheitið frá landsmanni sínum Kasparov í dysti teirra millum í London. Kasparov vil fegin hava nýggjan dyst Kasparov var maðurin sum vildi hava Kramnik sum avbjóðara til HM-heitið hansara, tí hann metti Kramnik vera sterkasta mótstøðumann, og rætt hevði Kasparov. Kasparov segði eftir næstseinasta- og avgerandi talvið, at hann var ov illa fyrireikaður til allan HM dystin sum heild. Hann helt uttan iva at hann hevði møguleikar í hesum talvdysti, men segði somuleiðis at Kramnik telvaði væl og varð rætti vinnarin. Spurdur bleiv Kasparov um hansara tíð er farin sum topptelvari, og svarið varð klárt: Nei! Hann segði seg bert bíða eftir næsta tilboðnum at telva nýggjan HM dyst, og at hann altíð er klárur til nýggjar avbjóðingar nú hann ikki kann kalla seg heimsmeistara. Kasparov er 37 ára gamal, men í talvi er tað als eingin aldur. Til dømis er víðagitni telvarin Victor Kortschnoj 69 ár, og enn er hann aktivur og hevur eitt ratingtal á umleið 2630. Kasparov er í besta aldri og kann uttan iva koma sterkt aftur, eins og fyrimynd hansara Alexander Aljekhin gjørdi tá hann í 30'unum misti HM heitið ímóti Max Euwe, og síðani nøkur ár seinni endurvann heitið júst ímóti Euwe. Kramnik tilreiðar at vinna telduna Tá Kasparov bjóðaði Kramnik javleik í fimtanda og næstseinasta talvinum var Kramnik skjótur at takka fyri, og síðani at hevja sigursglaður armarnar upp í luftina. Hetta varð ein barndómsdreymur sum heilt klárt lýstu úr kropsmálið hansara. Hann vann sera uppiborið talvdystin ímóti ungdómslærara sínum, og hvat er nú meira hjá honum at vinna? Jú, talvtelduna. Júst spurningin um hvat hann helt um ein møguligan talvdyst ímóti einari nýggjari útgávu av talvtelduni Deep Blue, segði Kramnik seg vera tilreiðar til ein slíkan dyst. Og vónandi megnar Kramnik at vinna ímóti talvbeistinum, sum roknar eini fimm milliónir møguleikar um sekundi. Hetta verður sjálvsagt ein nýggj tíð hjá Kramnik framyvir, men hann fer uttan iva at megna uppgávuna sum heimsmeistari væl. Hann er róligur og kaldur av lyndi, og júst hesir eginleikar vórðu orsøkir til HM heitið hansara. Sekstan talv skulu telvast í HM dystinum, og sjálvt um dysturin er avgjørdur so skal seinasta talvið telvast, og hetta verður sostatt telvað í dag. Væntandi taka teir ein skjótan javnleik sum gevur endaliga úrslitið 9-7 til Kramnik. Carl Eli Nolsøe Samuelsen - jakup@sosialurin.fo OL í Istanbul Talvolympiada: Føroyingar hava nú leikt seks umfør í OL, og úrslitini hava verið higartil verið svingandi. Føroyingarnir løgdu út við einum braki, men hava síðani havt nøkur smáskuffandi úrslit. John Rødgaard hevur bestu úrtøkuna higartil. Talv Tveir teir fyrstu dystirnir hjá føroyingum endaðu ávíkavist 1-3 ímóti Kekkia og 3-1 ímóti Tunesia. Hetta varð ein góð byrjan við fýra stigum av átta møguligum. Burma varð mótstøðuliðið í 3. umfari, og tann dystin vunnu burmamenn 3-1. Burma er ein sterk talvnatión, og tí varð úrslit heilt hampiligt. Síðani komu tvey ivasom úrslit. Í 4. umfari áttu vit at vunnu ímóti Honduras, sum bert høvdu fyrsta borð við altjóða ratingtalið. Men hesin dystur endaði tó 2-2, har fremstu borðini hjá okkum, John Arni Nilssen og John Rødgaard óvæntað taptu, meðan Heini Olsen og Ólavur Simonsen sum eisini telvaði ímóti Burma, vunnu. Zimbabwe varð liðið føroyingar møttu í 5. umfari, og eisini her vóru vit klárir favorittar, sjálvt um bæði John Arni og Rødgaard vórðu skiftir út við Flóvin Tór Næs og Eyðun Nolsøe, sum telvaði á fyrsta sinni. Men dystin taptu Føroyar 1,5-2,5. Heini tapti á fyrsta borði, meðan Flóvin, Ólavur og Eyðun leikti javnleik. Fingu vent gongdini Í sætta umfari bleiv úrslitið aftur positivt, tá føroyingar hósdagin vunnu 3-1 ímóti Angola. Stillað bleiv við sterkastu manning, har John Arni leikti javnt, Rødgaard vann eitt drúgt talv, Heini leikti javnt á triðja borði og Flóvin vann á fjórða borði. Eitt gott úrslit sum skumpar lið okkara nakað fram í samlaða støðuna. John Rødgaard hevur megnað at fingið hálvtfjórða stig til hølvdar av teimum fimm talvunum hann hevur telvað, og er sostatt toppskorari. John Arni hevur havt tað trupult á fyrsta borði. Eingin hevur telvað øll seks talvini. Føroyar eru seedaðir sum nummar 75 av 128 londum, og í løtuni eru Føroyar beint undir miðjuni við 11,5 stigum av 24 møguligum. Týskland er fremst við 18,5 stigum, meðan Russland hevur 17,5 á øðrum plássi. Sætta umfar varð telvað hósdagin og í gjár var frídagur. Sjeynda umfar verður telvað telvað í dag. Meira um OL í týsdagsblaðnum. Einstøku úrslitini: John Arni 1 stig av /5 Rødgaard 3,5 / 5 Heini O. 2 / 5 Flóvin 2,5 / 5 Ólavur 2 / 3 Eyðun 0,5 / 1 Tvey talv Kasparov,G (2830) - Kramnik,V (2751) BGN World Chess Championship (15), 02.11.2000 Javnt og Kramnik heimsmeistari E, Campos (2238) - John Rødgaard (2351) 34th Chess Olympiad (men) Istanbul (6), 02.11.2000 Listin bókførd MYNDLIST - Vit kunnu siga, at føroysk listafólk eru konservativ av lyndi, sum føroyingar kanska eru yvirhøvur. Men hetta nýtist ikki at vera av tí illa. Hetta er ein spurningur um hugburð, ikki um góðsku, sigur Bárður Jákupsson, nú forlagið Sprotin gevur út stórbæru bókina >>Myndlist í Føroyum<<. - Meðan mótar og nýggir trendar støðugt stinga seg upp og hvørva aftur, arbeiða føroysk listafólk eftir sínum høvdi Birgir Kruse Tillukku við bókini. Hví eina føroyska myndlistasøgu? Takk fyri tað. Søgan um føroyska myndlist er ongantíð skrivað, og eg haldi tørv vera á henni. Eg eri ikki søgumaður og ikki kønur í søguvísindum, men áhugin fyri søgu er sera stórur. Í 16 ár starvaðist eg á Føroya Fornminnissavni og ritstjornaði tíðarritinum Mondli, skrivaði eisini mangar greinir í blaðnum, so eg kann siga, at eg havi fingist við søguligt tilfar í mong ár. Hvat hevur verið grundsjónarmiðið? Grundsjónarmiðið er, at listasøgan er ein táttur ímillum aðrar í Føroya søgu. Myndlistin kemur til Føroya um aldamótið sum landslagslist. Í sambandi við, at tjóðskaparrørslan vakti ein nýggjan, áður ókendan, ans fyri føðilandinum og landslagnum, gjørdist landslagið um hetta mundið listarligt tema og myndevni. Fyrst i skaldskapi - fosturlandssongunum, men er tað nøkur listagrein, ið kann lýsa náttúruna, landslagið, so er tað eyðvitað myndlistin. Hvussu hevur tú savnað tilfarið? Eg havi í mong ár skrivað ein hóp av greinum um føroyska myndlist og um listafólk - til bøkur og tíðarrit, myndaskráir, antologiir, leksika o.a. Eg skrivaði eisini bøkurnar um Mikines og Tummas Arge. Í tí sambandi havi eg funnið fram upplýsingar av ymsum slag. Tað var náttúrligt, at hugsanin kom fram um at savna alt hetta tilfar saman í eina heild. Eg vil siga, at hendan bókin partvís er ein samanskriving av tekstum, eg havi gjørt ígjøgnum árini. Men sjálvsagt er tað mesta nýskrivað júst til hesa bókina. Ert tú sjálvur við í bókini? Ja, men tann partin hevur listaummælarin Peter Michael Hornung skrivað eftir áheitan frá forleggjaranum Erik Fey á danska forlagnum Atlantia. Tað var hann, Erik Fey, sum heitti á meg í 1998 at skriva eina føroyska listasøgu. Nú er hon so veruleiki og takka verið Jonhardi Mikkelsen á Sprotanum, og tí megnararbeiði, hann hevur gjørt, hava vit nú eisini eina føroyska útgávu. At endurgeva myndlist á rættan hátt á prenti, er trupult. Hvussu hevur tú loyst tað? Og hvussu hevur tað eydnast? At endurgeva myndlist á prenti er altíð trupult. Men prentsmiðjan Jelling Bogtrykkeri er gitin fyri at gera sera góðar listabøkur. Góðskan er so góð, sum hon kann vera. Sum fleiri helst vita var tað har, Palli Gregoriussen prentaði sínar bøkur um føroyskar kirkjur, og mín bók um Tummas Arge varð eisini prentað har. Eg varð heilt ovfarin, tá ið eg sá, hvussu góðar litmyndirnar vórðu í teirri bókini - tær kunnu ikki gerast betur. Tað er sostatt ígjøgnum Palla, eg fann hesa sera góðu prentsmiðju. Eg var sjálvur á prentsmiðjuni í fjúrtan dagar og arbeiddi við umbróting og lay-out. Hvar stendur føroysk list ídag, samanborin við lond uttan um okkum? Føroysk myndlist er partur av heimslistini. Eins og øll norðurlendsk myndlist er hon hon serliga ávirkað av nýbrotinum í Fraklandi, ið byrjaði tíðliga í øldini. Men tann norðurlendska modernisman miðskeiðis í tjúgindu øld fekk eitt egið ekspressionistiskt andlit, sum føroysk myndlistafólk hava tikið til sín. Tað eyðkennir listafólk okkara yvirhøvur, at tey treyðugt taka eftir nýggjum rákum. Tey standa sjáldan fyri nøkrum nýbroti og hava lítlan áhuga fyri avantgarde-trendum. Minimalisma, popplist, konsept-list, land-art o.a.m. fer framvið, uttan at nakar letur við seg koma herheima. Sjálvt ikki surrealisman, ið gjørdi vart við seg um flest øll lond, kom nakrantíð rættiliga upp á land her. Vit kunnu siga, at føroysk listafólk eru konservativ av lyndi - sum føroyingar kanska eru yvirhøvur? Men hetta nýtist ikki at vera av tí illa. Hetta er ein spurningur um hugburð, ikki um góðsku. Meðan mótar og nýggir trendar støðugt stinga seg upp og hvørva aftur, arbeiða føroysk listafólk eftir sínum høvdi. Og kanska er tað í roynd og veru tað, ið er mest áhugavert - klára vit at vera føroyingar? Hava vit nakað at bjóða umheiminum? Vit síggja, at tá ið føroyingar sýna fram uttanlands, so hava ummælarar á orði, at føroysk myndlist hevur sítt egna sermerkta andlit, og at hon er áhugaverd, føroyska myndlistin. Vit hava í mun til fólkatalið fleiri sera góð myndlistafólk, ið fáa bestu ummæli og verða umboðað í týðandi listasøvnum. Men aðrir ummælarar hava á orði, at føroysk list fylgir ikki mótanum. Og tað hava teir rætt í. Vit kunnu tala um ein føroyskan "skúla" upp á gott og ilt. Í hesum høvuðsstreymi eru sum vera man fleiri epigonar - eftiraparar og eltarar, ið royna at mála sum fyrimyndirnar (eru tær nevndar, eru tær kendar) men hava ilt við at fóta sær og finna sína egnu leið. Hetta er eitt lýti, ið vit kunnu ilskast um. Og vit eiga at hava í huga tann vanda, at hesin føroyski "skúli" kann stívna í vanabundnari manierismu. Tó - vit hava so mikið fleiri dømi um listafólk, ið eru trúgv ímóti listarinnar kalli. Mangan verður sagt, at her er einki mentunarligt ella listarligt kjak. Hvat heldur tú? Bæði sum listamaður og rithøvundur? Eitt mentunarligt og listarligt kjak hevði kunnað sett ljós á tað, eg júst nevndi, um at gloyma listarinnar sanna mál og mið, og í staðin reka við høvuðsstreyminum og mála leskilig litføgur verk, ið konur við violettum hári keypa at heingja á bróstið í góðustovu, tí litirnir standa so væl til sofuna. Tíverri hava okkara fjølmiðlar ikki orku til at seta í starv ella samsýna rættiligar ummælarar og listafrøðingar, ið kundu hildið einum kritikki í gongd. Hetta er kanska skiljandi í okkara smáu viðurskiftum, tað veit eg ikki. Men spell er tað, tí ilt er at vera kritikk fyri uttan. Nú er tað so, at flestu listafólk okkara sýna fram í øðrum londum, har kunnu tey verða vigað, og avrik teirra verða mangan ummæld uttanlands. Tað hevur stóran týdning, men spell er, at listafólk mega leita av landinum til tess at fáa aftirsvar - respons. Tosað hevur verið um ein listaskúla. Eiga vit at útbúgva okkara listafólk herheima, ella er tað júst ein vinningur, at koma burtur í onnur lond? Í kvøldskúlanum í Havn er góð undirvísing í løtuni í grafikki. Ein føroyskur listaskúli átti at verið á byrjanarstigi og miðstigi, ið kundi fyrireikað næmingar til hægri akademiútbúgving og lagt teimum lag á ymiska tøkni, eisini nýggja IT-tøkni. Men annars haldi eg - og fleiri við mær, hugsi eg - at tað er gott og gagnligt, at okkara ungu listafólk koma burtur og taka til sín so nógv sum møguligt av tí, ið rørist í heimslistini. Danskir ummælarar hava onkuntíð sammet virðislønta Ingálv av Reyni og Per Kirkeby. Hvat heldur tú um tað? Danskir ummælarar yvirhøvur seta Ingálv av Reyni sera høgt. Ingálvur hevur fingið størstu listarligu heiðursmerki, ið fáast kunnu í Danmark, og hann verður taldur ímillum fremstu listafólk í ríkinum. Og mánakvøldið fekk hann eisini Mentanarvirðisløn Landsins handaða frá landsstýrismanninum í mentamálum. Ein stór løta. Eg hugsi tað var ummælarin á Jyllands-Posten, Bent Irve, ið skrivaði, at tað var heilt burturvið at gera so nógv burtur úr Kirkeby, tí Ingálvur var nógv størri listamaður. Men annars haldi eg ikki, at tað ber til at tosa um list, sum var tað fótbóltur. Í listini eiga vit at halda okkum burtur frá gull-silvur-bronsu hugsanini. Henda nýggja listabókin er ódnartak, eisini fíggjarliga. Hvussu er bókin fíggjað? Tað var ikki bara at siga tað, at hugsa um eina listabók, tí tað er sera kostnaðarmikið at geva út eitt slíkt verk við mongum litmyndum. At geva myndlistasøgu út uttan myndir gevur onga meining. Men so var eg so heppin, at eitt danskt bókaforlag Atlantia segði seg vilja geva út eina bók um føroyska myndlist og bað meg skriva hana. Og eg var sum vera man til reiðar. Forlagið Sprotin var áhugað í at standa fyri einari føroyskari útgávu, og tí kemur hon eisini á føroyskum. Nakað av stuðuli fekst frá grunnum og fyritøkum. Eg eri sera takksamur fyri, at hetta kundi fáast í lag. Um eg spyrji teg persónliga, hvør er so tín bakgrund at skriva tílíka bók? Mín bakgrund fyri at skriva bókina er, at eg havi havt áhuga fyri myndlist síðan eg var smádrongur. Eg havi lisið ein hóp um myndlist og eisini fingið undirvísing í sambandi við útbúgving á málaraskúlanum á listaakademinum í Keypmannahavn. Sum útbúgvin lærari, hvat heldur tú um list og skúlasamstarv? Kann nakað gerast her, ella er nóg mikið? Í Listasavninum kenna vit tað sum ein stóran vansa, at vit ikki hava manning til at kunna hava savnsundirvísing. Skúlaflokkar vilja fegnir vitja savnið, men vit fáa ikki veitt ta tænastu, ið eitt savn eigur at gera í dag. Okkara stóra ynski er at seta ein savnslærara, ið kann taka ímóti skúlaflokkum og seta skúlavitjanir inn í undirvísingarsamanhang. Tað er okkara ynski. Ein savnslærari. Takk fyri prátið og góða eydnu við bókin og virkseminum í Listaskálanum framyvir. Bárður Jákupsson f. 1943 er útbúgvin lærari úr Hjørring 1969 og hevur gingið á Kunstakademiets Malerskole í Keypmannahavn 1970-72. Eftir at hava verið lærari á Háskúlanum í eitt 6 ára skeið, gjørdist Bárður í 1978 leiðari fyri Listaskálanum og síðani 1989 savnsleiðari á Listasavni Føroya. Bárður hevur myndskrýtt hópin av bókum, serliga barnabøur og bøkur til skúlabrúks. Nýggja bókin "Myndlist í Føroyum" (Sprotin 2000) er triðja stóra myndlistabókin hann greiðir úr hondum. Hinar báðar eru "Mikines" á føroyskum og donskum (Bókagarður 1990) og "Tomas Arge" (Listasavn Føroya 1998). Bárður fekk í 1991 bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens og sama árið Arbejdslegat frá Statens Kunstfond. Bárður Jákupsson er eisini frásøgumaður, nú Sjónvarp Føroya er farið undir at lýsa føroysku myndlistasøguna. Túsund krónur fyri síðuna KAPPING Í sambandi við Listastevnu Føroya verður skipað fyri stuttsøgukapping, har øll kunnu verða við. Stevnan, sum fevnir um mangar listagreinir, verður hildin á fyrsta sinni í august næsta ár. Birgir Kruse Øll tey, ið hava hug at skriva, kunnu nú royna seg í eini føroyskari stuttsøgukapping. Til Listastevnu Føroya, sum á fyrsta sinni verður hildin í august næsta ár, er kunngjørd kapping í at skriva nýggjar føroyskar stuttsøgur. Frestin er úti eftir páskir, hin 20. apríl 2001. Millum treytirnar at verða við í kappingini er ein áseting um, at stuttsøgan endurspeglar nútíðarsamfelagið og at søgan er skrivað á føroyskum máli. Longdin á innsendu stuttsøguni eigur at vera í mesta lagi 20 A4 síður. Virðislønirnar, ið latnar verða vinnandi stuttsøgunum eru rættuliga áhugaverdar. Er vinnandi stuttsøgan snøgt 20 síður, so fær hon túsund krónur fyri síðuna. Soleiðis at skilja, at longsta søgan er 20 síður og fyrsta virðirsløn, ið latin verður, er 20.000 kr. Ja, tjúgutúsund krónur. Onnur virðisløn er 15.000 kr og triðja virðislønin er 10.000 kr. Í dómsnevndin eru Lydia Didriksen fyri Rithøvundafelagið, Turið Sigurðardóttir fyri Fróðskaparsetrið, Niels Jákup Thomsen fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags og Sverri Egholm fyri Útvarp Føroya. Umframt at vinnarar í stuttsøgukappingini fáa virðisløn í krónum og oyrum, so verður eitt úrval av innkomnu stuttsøgunum eisini givið út í bók hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og lisið upp í Útvarpi Føroya. Í báðum førum fáa úrvaldu søgurnar samsýning eftir galdandi reglum. Vinnararnir í stuttsøgukappingini verða kunngjørdir tá fyrsta Listastevna Føroya verður sett í Norðurlandahúsinum í august næsta ár. Úr Listastevnuskránni kann longu nevnast, at danski jazztónleikarin Palle Mikkelborg verður við. Longu innan tað varð kunngjørt, at Mikkelborg fær tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri árið 2001, var avtala gjørd um at hann skuldi koma til Føroya at spæla næsta ár. Ein heppin avgerð. Samskipari fyri Listastevnu Føroya er Oddvá Nattestad, meðan Helga Hjörvar er formaður í leiðslubólkinum. Mail um mentan MENTAMÁLAR`AÐHARRIN Hevði eg ikki hvat áhuga fyri mentanini, fyri samfelagsmálum í síni heild og havt hetta brennandi ynski um at koma at búleikast í føroysku republikkini um fá ár - nú sær tað út til, at tað fara at ganga eini 5-6 ár - ja, so sat eg ikki her ídag Birgir Kruse Í práti her í blaðnum leygardagin 28.10. sigur Carl Johan Jensen rithøvundur, at Føroyar eru einasta landið í heiminum, sum ikki letur nakað nevnivert til listafólk. Hvat sigur mentamálaráðharrin - í stuttum og uppá standandi fót - til tað? Gott kvøld Birgir, hetta er ein góður háttur at samskifta. Gjørdist eitt sindur skakkur av samrøðuni, sum blaðið hevði við Carl Jóhan. Hevði hann havt verið fluga á landsstýrisfundunum og har sæð hvussu nógv knoglafeitt varð nýtt í strembanini fyri øktari játtan til mentamál, tá hevði hann kanska ikki verið so grýskur við landsstýrismannin. Men orðið er frítt, tað skal tað verða, - og landsstýrismaðurin hevur tjúkka hvølju. Samstundis sum mentamál hava fingið eina øking í játtanini uppá 10% í næsta ári, so skal eg vera tann fyrsti at ásanna, at her er langt eftir á mál. Raðfestingin av mentanini hevur sjáldan ligið frammalaga og hevur kanska eisini liðið undir tí, at hon hevur ligið undir landsstýrismanninum í undirvísingarmálum. Tað hevur verið lættari at rokna út hvat ið skúlin kostaði, og tá ið hann hevði fingið sítt, tá varð sjaldan nakað eftir til hin partin. Politiskt hevur man annars sett út í kortið, at játtanin til mentanina skal hækka við 10% um árið tey næstu 10 árini, og tá roknar man við at liggja ájavnt við hini norðurlondini. Sum er sleppa partar av fólki okkara undan at rinda fullan skatt, eg hugsi um sjómenn og tey tiltiknu 15 prosentini; hvat heldur mentamálaráðharrin um, at rithøvundar, ið forvinna lítið - eini hálvtannaðhundrað túsund ella væl minni, heilt ella lutvíst sleppa undan skatti? Ella er tað í heila taki rætt at sleppa nøkrum samfelagsborgara undan fullari skattskyldu í okkara samfelag? Havi ongantíð skilt, hví skattaviðurskiftini skula verða ymisk fyri teir ymisku samfelagsbólkarnar. Tað fyrikemur mær undarligt at gera mun á fólki á hendan hátt. Arbeiðsmarknaðurin er jú frælsur, ein og hvør kennir fyritreytirnar, áðrenn hann velur sær eitt starv. So í prinsippinum haldi eg, at øll skula vera undir somu meginreglu, tó við tí progressiviteti sum er innlagdur í skattaskipanina, vit hava ídag, har ið tær sterkastu herðarnar bera tær tyngstu byrðarnar. Annars haldi eg at vit eiga at halda fast við 50% markið, soleiðis at tað altíð loysir seg at vinna sum mest. Sagt verður í áðurnevndu grein, at politikarar megna ikki at hugsa í heildum, sum mentunarliga økið er, men hugsa bert í støkum áhugamálum, sum eitt nú flakvirkjum og líknandi. Er hetta ein orsøk til eina møguliga "illvild" móti mentan, ella í minsta lagi eina - at síggja til - líkasælu, mentanini viðvíkjandi? Er mentanin ov vánaligt agn fyri at verða í sjómannamáli? Ja, nú er mentan eitt víðfevnt hugtak. So spurningurin er torførur at svara. Tað liggur eitt øgiligt potentiali úti í fólkinum, sum ikki sæst á nakrari fíggjarlóg. Hugsa um allar eldsálirnar, idealistarnar og filantroparnar úti á bygdum og býum, sum brúka hvørja fríløtu í felagstøkum. Hetta kann ikki yvirmetast. Hetta er saltið. Fundamentið. Caragata roknaði seg fram til, at vit brendu góðar 13 milliardir av í hesum famøsu árunum, sum liggja so evarska stutt aftan fyri okkum. Hugsa tær til, hvat ið bara ein lítil partur av hesum peningi hevði kunna verið nýttur til á eitt nú mentunarøkinum. Tjóðleikhús, lærdur háskúli, listaskúli, skjalasavn, náttúrugripasavn, føroyskt sjónvarp, orðabøkur, mentunarhús úti á bygdunum o.s.fr. Tað er kanska nakað av rætti í spurninginum. Fíggjarlógirnar vóru jú soleiðis samanskrúvaðar, at tá ið stuðulin til fiskivinnuna, almanna- & heilsuverki og skúlaverkið høvdu fingið sítt, tá var sjaldan nakað eftir at býta, - til eitt nú mentanina. Og agn er onki í hesum. Hevði eg ikki havt áhuga fyri mentanini, fyri samfelagsmálum í síni heild og havt hetta brennandi ynski um at koma at búleikast í føroysku republikkini um fá ár, nú sær tað út til, at tað fara at ganga eini 5-6 ár, ja, so sat eg ikki her ídag. Havi ikki forvunnið so lítið av peningi tey seinastu 20 árini, so hetta kann hvørki brúkast sum persónligt ella politiskt agn. Mentanin hevur havt alt ov lítlan áhuga, tað sær tú best tá ið mentunarviðurskifti eru til viðgerðar í tinginum, sjaldan eru tað fleiri enn framsøgumenninir, ið støðast í salinum, tá ið mál av hesum slagi eru frammi. Fyri mær er mentunarspurningurin óloysiliga tengdur at tjóðskaparspurninginum. Hvat skal tú brúka eina skralltóma republikk til? Greinin endar á síðu 25Neyðugt við pengum... Hvussu skilja tit millum mentan í tykkara stýri? Hava tit nakran frymil, ella líknandi; eg hugsi um býti sum skapandi list, ið er tengd beinleiðis at arbeiðandi listafólki; varðveitandi list, sum meira er tengd at søvnunum og so t.d. ítróttina, skótarnar o.s.fr., sum vit kanska kunnu koyra í ein annan bólk, ella? Eg meini so við, koyra tit alt hetta í ein pott og skriva mentan uttaná? Hugsi at tað í mongum førum er tilvildin sum hevur rátt. Tað hevur ongantíð verið nakar yvirskipaður politikkur. Kanska hava teir, ið hava rópt harðast verið mest leskaðir. Og sjálvandi skal alt ikki vera so fastlæst, at ein nýggjur landsstýrismaður ikki fær vent sær, ikki fær dugna á økjum sum liggja hansara hugsjónum næst. Men nakað væl av kontinuiteti skal til, og tí er tað at vit í løtuni sita og leggja síðstu hond á eina mentunarvirkisætlan, ið verður løgd fram til aðalorðaskiftis á Føroya Løgtingi her í vetur. Tað skal verða mín vón, at tjakið kemur út um politisku eingjargarðarnar. Eitt frálíkt forum, sum hetta hjá tykkum á Sosialinum verður væntandi eitt tjaktorg eftir at álitið er lagt fram. So syndarligt hevur tað verið frammanundan, at skuldi tú vera á leið ajour á mentanarøkinum, so mátti tú í minsta lagi verða haldari av Weekend-avísini ella Informatión, bara fyri at nevna tvey donsk bløð, sum nógvir føroyingar lesa, ið eru áhugaðir í mentanarspurningum. Vónandi verður politikkurin meiri miðvísur eftir hetta tjakið ella rættari orðaskiftið. Eg skilji, at tað ber til at søkja Mentamálastýrið um løn, um ein arbeiðir við einhvørjari verkætlan á mentunarliga økinum. Altso uttanum Mentunargrunnin og tær starvslønir, sum har eru. Hvussu eru treytirnar - í stuttum - fyri hesum; hvørjir møguleikar eru, og ber til at fáa at vit hvørjar verkætlanir av hesum slagi eru í gongd? Ja, tað hevur verið nakað av orðaskifti um hesa konto. Hon kallast: Stuðul til onnur endamál - strategisk tiltøk. Onkur hevur nevnt hesa kontoina fyri eina svansikonto hjá landsstýrismanninum. Tað harmaði meg serliga nógv, at tað júst var ein javnaðarmaður, ið málbar seg soleiðis. Vit hava sett 2 milliónir á hana. Kann nevna, at øll norðurlond hava eina slíka. Elsebeth Gerner Nielsen hevur sett 580 milliónir á hana, og hetta skuldi svarað til slakar 6 milliónir i føroyskum mátistokki. Kravið er at tú kemur við eini verkætlan, sum verður professionelt vurderað her í stýrinum. Eg fari ikki at nevna nøkur nøvn her, men á listanum sum eg havi liggjandi framan fyri mær, sæst, at tað er ein breiður skari, úr øllum landinum, sum er stuðlaður. Kann nevna m. a. konsertferðir hjá kórum, dansiferðir uttanlands, 1000 ára haldið o.s.fr. Og eitt skal tú vera vísur í, at hesin landsstýrismaðurin hevur somikið stóra virðing fyri føroyska skattgjaldaranum, sum slítur reyvina út ígjøgnum buksurnar hvønn dag, at hann fer ikki at svansa við hansara peningi. Og skuldi hann ivast í onkrari avgerð hjá embætisfólkinum, so er hann eisini førur fyri at steðga henni promte. Høvuðsstaðarkommunan hevur hepnast at orða ein mentunarpolitikk og nú er so bara at vóna, at hann sæst aftur í verki hjá politiska mundugleikanum. Nú liggur hann so á røttum borði. Men hvussu gongst við at orða ein landsfevnaandi mentunarpolitikk, soleiðis sum samgonguskjalið leggur upp til? Ja, nú veit eg at tú sjálvur var við í hasum arbeiðnum, og tað fari eg at takka tær fyri. Tú hevur skil fyri slíkum, tað hevur tú prógvað m. a. í Útvarpinum. Eg eri sera takksamur fyri, at Tórshavnar býráð hevur slóðað fyri á hesum øki. Her hevur Leivur víst seg sum ein visioneran mann og politikkara. Vónandi spyrst nakað burturúr. Soleiðis at eisini aðrar kommunur kundu tikið eftir. Harinni hjá okkum hevur tað verið ógvuliga smábýtt, tá ið tað galt mentanini. Asfalt & betong-virusið hertekur allar kommunalpolitikkarar, líkamikið hvussu djúpar og góðar hugsaninnar annars kundu verða frammanundan vali, tá ið tosið var meiri óforpliktandi. Tað býr ein lítil stalinistur í nógvum av teimum. Tað ræður um at seta varðar eftir sær. Fysiskar altso. Onkursvegna mega vit koma á tal við kommunurnar so hesi viðurskiftini kunna broytast í framtíðini. Spurningurin um hin landsfevnandi mentanarpolitikkin haldi eg er svarðaður omanfyri, - í svarið no. 4. Summi eru fegin, bara okkurt kemur út, og tað er føroyskt. Antin tað er bók, fløga ella annað. Onnur vilja seta krøv til dygd. Tey siga at hatta nationalromantiska við at alt er gott bara tað er føroyskt hoyrir til eina farna tíð. Nú mugu vit seta krøv, skal nakað henda. Hvat heldur tú um hetta sjónarmið? Hvør skal set møgulig krøv um dygd tá um mentunararbeiði og -avrik ræður í Føroyum í dag? Tja, Birgir, nú gongur tú nær. Torført at svara. Í vanligum handli og vandli er tað jú marknaðurin sum ræður fyri hvatið verður útgivið. So í prinsippinum er tað væl høvuðsreglan. Men sum tú veitst, so hava vit ein rættiliga avmarkaðan markna á hesum øki, málbólkurin er so evarska lítil. Eg haldi, at tað var Bettina Heltberg sum skrivaði um hesar politikkarnar, ið ikki vóru annað enn eggvætir, eitt afturljóð av støðustemninginum til eina og hvørja tíð. Teir ið liggja eina tonn frammanfyri verða ikki valdir. Tað sama ger seg møguliga galdandi á hesum økinum. Jú, eg haldi at tað skula setast krøv, og tað skula í hvussu er ikki vera politikararnir ið gera tað, tá enda vit aftur í Sovjetstatinum. Hetta má mentanarelitan sjálv finna útav. Og eg haldi at hatta rákið, við at taka føroysku produktini framum bara tí at tey eru føroysk, er ein farin tíð. Og altjóðagerðin kemur um stutta tíð at forkoma hesum heimføðispolitikkinum heilt. Formaður Rithøvundafelagsins Gunnar Hoydal gróðursetti í fjør tann áhugaverda tanka, at í komandi tíðum - og um so er, at vit raka við olju - so eigur oljuvinnan av hvørjari tunnu at lata ein pott til mentanina. Minst. Hvat heldur mentamálaráðharrin um hesa visión? Eg havi skift orð við Gunnar um hetta. Eitt fínt hugskot. Men kanska hevur Eyðun Eltør eina aðra hugsan um hendan spurningin. Fyrst og fremst skula oljupengarnir brúkast til eina æviga konsuli-dering av føroysku republikkini. Ikki ein króna út til rakstur av samfelagnum. Men íløgur í mentan og infrastruktur skaðar ikki. Ger bara samfelagið hugaligari at liva og virka í. Mong streingja á og vilja út í stóra heim við føroysku mentanini. Í øllum teim frábrigdum, hon kann bjóða. Mentanin. Hvat er at gera, til tess at røkka hesum endamáli? Altso at gera avmarkaða marknaðin størri? Ella skal tað vera ein einstaklingauppgáva? Fyrsta treytin er sjálvandi at produktið er í lagi. At kvaliteturin er borðbarur í stóra heiminum. Men eg veit at tað er tungt. Tí mega vit fáa meiri skipaði viðurskifti á hesum mótinum. At m. a. okkara ungu yrkjarar í dag eru kendir í norðanlondum er einamest einum idealisti sum Ebbu Hentze fyri at takka. Hevði hon ikki av áhuga og við offurvilja týtt teir úr føroyskum, var tað ikki ein sál sum visti um teir. Las eina yrking hjá Jóanesi Nielsen upp fyri álendska mentamálaráðharranum eitt kvøldi, vit ótu døgverða á einum sjósavni í Mariehamn. Total kvirra. Tá ið ein fiskimaður kemur leiðandi við báðum døtrunum omaneftir Niels Finsensgøtu, við góðari føring, á Ólavsvøku. Hon kendi stemningin aftur úr sjómannalívinum har yviri í Eystrasalti. Og var ikki so lítið hugtikin av, at vit áttu so góðar yrkjarar í hesum lítla landinum. Um vit at enda venda aftur til orðini hjá Carl Johan Jensen í Sosialinum herfyri, so verður sagt, at "tann føroyski teksturin allatíðina er í einari ólagaligari kapping við danskan tekst í Føroyum". Hvat heldur mentamálaráðharrin um hesa útsøgn og hvørji stig ætlar mentamálaráðharrin at taka til tessa at styrkja føroysku støðuna, eitt nú í máttmiklasta miðili okkara? Ja, nú var eg eitt sindur argur inn á Carl Jóhan í áðni, men mær dámar hann bara væl allíkavæl. Hann er ein fínur yrkjari og greinahøvundur. Og hann hevur rætt. Vit mega styrkja støðuna hjá føroyska málinum áhaldandi. Nú er tað málár í evropu næsta ár. Tá fara vit at sláa eitt slag fyri móðurmálinum. Og sjónvarpið. Ja, nú hevur tað ligið í andaleypi, sum eitt býtisbarn, í alt ov langa tíð. Men her skal nakað gerast. Og tað skal gerast skjótt. Vit eru í fer við at leggja síðstu hond á broytingarnar í kringvarpslógini. Vónandi fáa vit tá eina mediapolitiska diskussión um sjónvarpið, og vónandi fáa vit tá loyst upp fyri spurninginum um, hvussu fram skal farast. M.a havi eg altíð hildi tað verið óðamannaverk, at ikki allar sendingar eru føroyskt tekstaðar. Spurningurin er um vit skula hava eitt føroyskt sjónvarp ella ikki. Og tað kostar. Alternativið er at keypa 12.000 stk. stálkampar og lata hvørjum húsarhaldi eina í varðveistlu. Og síðani at sløkkja sjónvarpið. Har stendur valið. Hvussu bær tað til, at mentamálaráðharrin las úr Victor'sa bíblíutýðing, tá Gospelstevnan varð sett í Norðurlandahúsinum herfyri? Ikki tí eg havi nakað í móti tí, tvørturímóti. Tað er tað bera forvitni! Tá ið eg fylti átjan ár, tá ringdi omma mín í Gøtu suður til skyldmannin Annfinn Zachariassen, ið tá hevði bókhandil á Káta Horninum, og bað hann um 1 stk. Bíbil. Ein ommusonur hennara skuldi hava hana í føðingardagsgávu. Og tað var eg. Hon var í týðingini hjá Viderø & Dahl. Havi brúkt hana síðani. Og nú tá ið vit forlistu uppi í norður-Noregi, ja, tá lá hon undir koddanum, og eg fekk hana ikki við mær, tíansheldur nakað annað. Og tað harmiliga var so, at hon samstundis var útseld. Kona mín átti hana í týðingini hjá Victor, so eg lánti hana frá henni. Tað kann sum so verða líka mikið, hvørið týðingin er, tað er substansurin, ið er avgerandi. Og mær dámar væl personagur av hesum slagnum sum Victor, samdur ella ósamdur, teir ganga beint ímóti málinum, strugglarar sum ongan ótta eiga. Seinri havi eg so fingið fatur á hinari bíbliuni aftur. Eri sum landsstýrismaður føddur limur í Føroya Stiftsstjórn. Greiddi Hans Jákupi, bispi, frá orsøkini til tað sum tú nú spyrst um. Og tá gav hann mær tað síðstu bíbliuna av hesum slagnum, ið til var. Og tað var eg sjálvandi sera takksamur fyri. Ein kirkjuministari skal helst eiga eina Bíbil, annars heldur jú alt uppat. Næsta ár verður Listafólkahátið hildin í august mánaði. Hvat kundi mentamálaráðharrin fremst av øllum hugsað sær at upplivað á eini tílíkari stevnu? Bob Dylan & Bubbi Morthens & Silvio Rodriguez. Tøkk fyri meylprátið og góða eydnu framyvir! Gunnar Hoydal: Føroyskar bókmentir eru heimstaðarbundnar, bundnar at føroyska málinum. Men eingin í allari verðini skrivar føroyskar bókmentir uttan bara vit sjálv. Eingin ger tað fyri okkum, og tað gevur okkum eina serstaka mentunarliga skyldu fyri tí skrivaða orðinum, tí kunnu vit ikki orða okkum livandi og ríkt á okkara egna máli, so kunnu vit ikki fáa nakað ríkt frá øðrum ella geva øðrum burtur av okkara Bókin ár 2000 Rithøvundafelagið og Landsbókasavnið hava tikið uppaftur táttin at halda >>Bókating<<. Støðan hjá bókini og teim, ið varða av hesum føroyska mentanarbera, verður umrødd, og kjakast verður um korini og útlitini. Nú árið 2000 fer at halla, benda hagtølini harafturat á, at vit fyrsta dagin fáa føroysku bókina nummar 4000. Og helst fer hon at liggja fjálg og vælinnpakkað undir onkrum jólatræ. >>Málið er mítt øki<< staðfesti Aleksandur Kristiansen í heitinum á einum lítillætnum yrkingasavni fyri 25 árum síðani. Hóast stórar og mangan kollveltandi broytingar hesa fjórðingsøld, so er enn sjálvsagt, at føroyska málið er støðið undir føroyskari mentan. Men hvussu eru umstøðurmar hjá teimum, ið leggja okkum hesi tún? Hvussu eru korini hjá føroyskum rithøvundum, samanborin við grannalondini? Í hvønn mun fáa rithøvunda innivist í fjølmiðlunum? Fer nýggja tøknin at forkoma smámálum sum okkara? Skrivi eg fyri Føroyar, tá eg sum rithøvundur skrivi á føroyskum? Hesir eru nakrir av áhugaverdu spurningunum, sum formaður Rithøvundafelagsins Gunnar Hoydal legði fram á bókatinginum á Landsbókasavninum 29. september undir felagsheitinum >>Bókin ár 2000<<: Í rithøvundafelagnum eru um 100 limir. Tað eru fólk sum skriva skaldsøgur, stuttsøgur, yrkingar, týða til føroyskt (nøkur heilt fá úr føroyskum í onnur mál), stóra talið er kortini tey, sum skriva yrkisbøkur av ymiskum slag, skúlabøkur og siðsøguligar bøkur. Tað er eitt stórt og fjølbroytt virksemi, ið her fer fram, nógv størri enn vit vanliga geva okkum far um, og tað er eitt virksemi, ið skapar arbeiði og framleiðslu nógv meira, enn vit vanliga hugsa um: hjá prentsmiðjum, reprovirkjum, útgevarum, bókasølum, bókasøvnum og fyrisiting, ikki um at tala í øllum landsins skúlum hjá næmingum og lærarum og granskarum. Eingin føroysk vinna man hava so nógvar nýggjar vørur at vísa fram á hvørjum ári, og samantalt er tað ikki lítið av arbeiðsplássum, sum eru knýtt aftur at bókunum. Tað er eitt virksemi, sum byrjar á einum borði í einum kamari ella kanska uppi undir tiltiknu væðingini í einum køldum og slavnum loftsrúmi við gjóstri og lekum, soleiðis sum tann romantiska myndin vil hava tað at vera, skal listin kunna trívast. Haðani breiðir tað seg út sum ringar í vatni, og tað er sjálvsagt, at tey sum starvast í hesum vaksandi ringunum fáa løn fyri sítt arbeiði, tí hetta er neyðugt og samfelagsgagnligt arbeiði. Einasti, ið ikki kan vænta sær vanliga løn er høvundurin, hon ella hann, sum slepti steininum og gjørdi, at vatnið fór at liva og ringarnir at breiða seg. Tvørturímóti noyðist høvundurin mangan sjálvur at standa fyri útgávuni, at finna fígging og seta seg í skuld, skal bókin kunna gevast út. Soleiðis hevur verið hjá føroyskum rithøvundum, og soleiðis er tað framvegis í mongum førum enn. Rithøvundurin, ið gjørdu verkið fekk jú stuttleikan og viðurkenningina afturfyri, verður sagt, og tað mátti verið nóg mikið, annars gjørdi hann tað neyvan, ella hvussu? Rithøvundafelagið er á hvørjum ári á fundi í Norðurlendska Rithøvundaráðnum og hevur har høvi til at kunna seg um arbeiðskorini hjá rithøvundum og týðarum í Noregi, Svøríki, Finnlandi, Danmark, Íslandi, Grønlandi og Sámalandi. Í fyrrárið vildi ráðið gera eina yvirlýsing at vísa á korini hjá føroyskum rithøvundum, tí tey vóru so út av lagi ússalig samanborin við viðurskiftini í øllum hinum londunum: eingin arbeiðstrygd, ongar starvslønir uttan eitt eiti, eingin verja av upphavsrættindum uttan bara ein avgomul lóg frá teirri tíðini, tá ið ljósritatólini ikki vóru til og eingin hevði hoyrt nevnt um EDV, bókasavnsgjøld sum minkaðu framhaldandi, ongar orðaðar ætlanir fyri bókmentirnar, einki. Men eingin yvirlýsing varð gjørd, tí tað vísti seg at ein yvirlýsing við at kalla somu orðingum varð samtykt longu í 1971, og síðani var einki meira hent. Í næstan 30 ár. Og vóru ikki mentamál heilt og fult føroysk ábyrgd? Her hjálpti ikki at venda sær til aðrar stjórnir og onnur lond. Men hvussu so við viðurkenningini, sum sigst at vera besta kenningin? Tveir virdir høvundar hava nýliga havt høgg hvør at øðrum í bløðunum, høgg, sum hava at gera við tey út av lagi vánaligu arbeiðskorini, og hetta høvið varð beinanvegin brúkt í oddagrein í landsins størsta blað. Oddagreinin var tíbetur ein sjáldsom rødd úr næstan gloymdari tíð, men segði okkum kortini, at gamalt agg móti øllum, sum vága sær fram at taka orðið og skapa nýggjar hugsanir, liggur ikki djúpt undir moldum og kann skjótt verða uppafturgrivið. Óbeinleiðis segði tað okkum kortini, at viðurkenningin er til: tað verður lurtað og tað verður lisið, tá ið ein føroyskur rithøvundur ger vart við seg, og sjálvur haldi eg ikki, at vit kunnu kæra okkum um væntandi áhuga fyri føroyskum bókum og teimum, sum skriva tær. Hetta sigi eg, sjálvt um eg væl veit, at ein av megintreytunum fyri góðum bókmentum er næstan ikki til í Føroyum: eitt livandi, álvarsligt, alment bókmentakjak, ummæli í bløðunum, umrøður og samrøður í fjølmiðlunum, gjørt á ein hátt so tað skilst, at landsins tekstir eru landsins hjartasláttur. Og at nýggir tekstir eru gransking og menning av kjarnuni sjálvari í landsins mentan: málinum. Málið er fyritreytin fyri tí skrivaða orðinum, og einki er so bundið at málinum sum bókmentirnar. Hugsa vit um føroyska mentan í síni heild, so er tónleikurin frælsur og kann fara, hvagar hann vil um allan heim, um so skuldi verið. Sama er við málningalistini og fyri ein part eisini við leiklistini, tey kunna ferðast frítt um landamørkini. Men føroyskar bókmentir eru heimstaðarbundnar, bundnar at føroyska málinum. Vit kunnu fáa tónleik, list, og tíbetur eisini bókmentir uttanífrá, men eingin í allari verðini skrivar føroyskar bókmentir uttan bara vit sjálv. Eingin ger tað fyri okkum, og tað gevur okkum eina serstaka mentunarliga skyldu fyri tí skrivaða orðinum, tí kunnu vit ikki orða okkum livandi og ríkt á okkara egna máli, so kunnu vit ikki fáa nakað ríkt frá øðrum ella geva øðrum burtur av okkara. Málið bindir okkum. Samstundis vita vit, at heimurin stendur alt meira opin og verður eitt net av skiftandi sambondum. Alnetið sær ikki landamørkini, og teldan í útoyggj ferðast líka skjótt sum teldan í heimsins miðdeplum. Vit eru ikki longur forfjónað, langt burturi í egnum einsemi. Einki er sum tað var, og tað avgerandi er hent, at havið skilir okkum ikki longur frá øðrum. Hetta er tann nýggi møguleikin í framtíðini, men er tað eisini hóttanin? Tann føroyska listagreinin, sum hevur blómað mest av øllum hesi seinastu árini, full í huga, full í gávum og full í skapandi megi, er tónleikurin. Men lurta vit eftir orðunum, so hoyra vit, at næstan alt, ið sungið verður hjá teimum yngstu og dugnaligastu er á enskum, og tosar tú við tey, sum droyma um eina yrkisleið tann vegin, so tykist bara at vera eitt tungumál til í verðini, so stórt og sterkt, at tað kann fara at forkoma øllum øðrum málum. Og ikki bara smámálunum. Sjálvt Frakland, sum einaferð átti heimsmálið í mentan og list, er farið at óttast og vil seta bann og verjur fyri tí enska. Samleikin í verðini er farin at flóta ella rennur burtur gjøgnum allar knútarnar í alnótini. Børn og ung sita framman fyri telduni og senda skjót orð ímillum sín uttan at hugsa um mál, málbering, mállæru ella rættskriving. Sum frítt streymandi yrkingar kann tað vera, og allur tann gamli óttin fyri tí hvíta óskrivaða pappírinum er burturi, tí ein delete-knappur er. Trýst á hann, so hava orðini ongantíð verið til og koma ongantíð eftir tær aftur. Eg havi havi sæð nakrar av hesum tekstunum, sum er gjørdir her hjá okkum, sjálvt um teir eru skrivaðir á øðrum máli. Summir eru áhugaverdir, tað mesta er hjálparleyst málsliga og í innihaldi, ivist kortini ikki í, at í røttum hondum kann veruligur skaldskapur koma burturúr. Men eitt øgiligt heimloysi er í teimum, tað kundi verið gjørt og skrivað hvar sum helst. Verðin er horvin og heimurin, ið nú skuldi verið ein, er dottin sundur og liggur sum ein blaktrandi guva millum teir elektronisku neistarnar 0 og 1, ja og nei. Svarið er ikki at verja og forbjóða, soleiðis sum franskmenn ætla. Svarið er at geva sínum egna betri sømdir og størri ans. At gera sterkari sangir sjálv, sangir ið standa á jørðini. Og har eru vit betur fyri enn so nógv onnur, tí vit hava nakað at standa á. Okkara land hevur stødd, sum ger okkum týðandi og sjónlig fyri hvørjum øðrum. Vit eru ein eind, sum vit eru før fyri at síggja og skilja í øllum lutum. Vit kunnu vera ósamd og eiga at vera tað, men vit eru saman kortini, nógv meira enn tey fáa verið aðrastaðni. Okkara samleiki er okkara saman-leiki. Tað ræður um at geva teimum, sum vilja skriva sangirnar, tekstirnar, orðini umstøður at arbeiða. Hvussu er tað, tey siga í Íslandi? "Málið er okkara heimstaður. Var einki íslendskt mál, vóru eingir íslendingar. At skriva á íslendskum er at skriva fyri Ísland." Tí er tað, at tey har løna rithøvundum, sum vóru teir landsins lærarar, og í løtuni letur landið út ímóti 500 mánaðarlønir árliga, so at skald og høvundar kunna skriva fyri sítt land, sum teir siga. Og tað eru teir ernir um, sjálvt um klandur javnan tekur seg upp, tí hví fekk hesin og ikki hendan, og hvør er tað, sum skal avgera hvat? Men eisini hesar ósemjur gera bókmentirnar virknar og sjónligar í landinum, tí burtur úr tí kemur kjakið um dygd. Hvat eru góðar bókmentir, hvussu skal metast um nýroyndirnar, ið verða gjørdar, men sum fá duga at skilja og færri at elska, ið hvussu er í fyrstu syftu? Í mentanarálitinum hjá Tórshavnar kommunu, sum kom út herfyri, stendur, at mentan kostar. Men játtaði peningurin er ikki útreiðsla, hann er innløga. Hann er íløgan í eitt sterkt, livandi og kensluríkt samfelag. Og skulu vit tosa um kostnað, nú landstýrismaðurin er hjástaddur, so fari eg at minna á uppskotið um at lata føroyskari mentan ein pott av hvørjari tunnu av oljuni, sum einaferð, kanska, kemur upp á land í Føroyum. Higartil hava vit bara hoyrt, at oljan er ein hóttan móti føroyskari mentan. Ger hana til eina gávu. Eina íløgu í eitt ríkidømi, sum ikki dálkar men grør og angar, burðardygt, heilsugott. Ger íløguna, sjálvt um tey djúpu holini vera tóm. Bókin ár 2000. Vera bøkur og bókasøvn í framtíðini? Tað er ikki vist; ikki í tí líki, sum vit kenna. Men tekstir fara altíð at vera, og rithøvundar vera til at skriva tekstirnar. Lat okkum gera tað so, at teir eisini í framtíðini vilja skriva á føroyskum máli. Einglar og pengar Subjektiv hugleiðing um filmslist og aðrar filmar, nú nýtt filmsfelag er byrjað Høgni Djurhuus Norðurlandahúsið er farið at sýna norðurlendskar filmar, ein um mánaðin. Fyrsti filmurin var íslendskur, >>Einglar alheimsins<< eftir Fríðrík Tór Fríðríksson. Ein filmur, sum minnir um >>Geyksreiðrið<< hjá Milos Foreman. Filmurin, sum øllum dámdi so væl og, sum øll kappaðust um at rósa, bæði ummælarar og hyggjarar. Ikki uppiborin heiður, haldi eg. >>Einglar alheimsins<< hevur longu fingið onkra heiðursløn. Og hann er júst nú innstillaður til fleiri, heilar seks Eddu-heiðurslønir í Íslandi. Og kanska verða >>Einglarnir<< íslendska íkastið næstu ferð, Oscar verður latin. Fríðrik Tór Fríðriksson er millum teirra, sum eru uttan um týska filmslistarmannin, Wim Wenders - lærisveinur hjá honum. >>Einglar alheimsins<< er dýrasti filmur, sum er gjørdur í Íslandi. Tað haldi eg, at eg las onkra staðni. Og hvat so? Tað er misskilt, at meira, ein filmur kostar at gera, betri er hann. Einki samband er millum kostnað og dygd. Kortini verður kostnaðurin brúktur sum reklama fyri filmar, sum kosta nógv at gera. Og viðvørt eisini fyri filmar, sum kosta lítið at gera. Kjarnin í einum góðum filmi er ein góð søga. Einki annað. Er søgan í filminum ikki góð, er filmurin einki verdur, sama hvussu nógv, hann kostaði at gera. Sama, um hann verður ballaður í skreyt og tøknilig gandakynstur og special effects fyri milliónir, tíggjutals milliónir ella hundraðtals milliónir, nyttar filmurin einki, er søgan ikki góð. >>Blair Witch<< - tann fyrsti - >>The Blair Witch Project<< prógvar pástandin. Hann kostaði 200.000 kr at gera. Og hann er ein meistarligur filmur. Tað fekk eg staðfest, nú eg sá hann aftur á TV1000 týskvøldið. Hoyrdi ongantíð pengar nevndar í sambandi við filmarnar hjá Fassbinder, hjá Rocha. Hoyri ongantíð nevnt, hvussu nógv filmarnir kosta hjá Karismauki, hjá Jarmush, ella hjá øðrum filmslistarmonnum við stórum F. Okkurt um helvtin av øllum tí, sum verður sagt, hvørja ferð Katrin Ottarsdóttir skal gera ein film, er um pengar. >>Sat ég inni á Kleppi, gettu, hvað ég sá?<<, sang Bubbi Mortens fyrst í fýrsunum aftur við tungu tónunum hjá bólki sínum Egó. >>Einglar alheimsins<< lýsir væl lívið á Kleppi, gamla sinnissjúkrahúsinum í Reykjavík. Men annars er filmurin ikki strekur. Foreldrini og systkini hjá sálarsjúka manninum eru illa lýst. Vinfólkini eisini. Banal symbol, hesturin, sum fellur á sandinum. Dúgvan, sum flýgur úr barnaheiminum, tá Páll doyr. Og tá Páll gongur turrskøddur út í Tjørnina í Reykjavík. Ein Jesus-ímynd, ella hvat? So fara teir, vinmenninir á Kleppi, út at eta og drekka fínt á Hotel Søgu. Uttan pengar. Smartness, ov nógv smartness. Ov nógv, sum minnir ov nógv um >>Geyksreiðrið<<. Stuttligt og snilt, gamaní, men grunt. Góðar senur eru eisini í >>Einglum alheimsins<<. Tann besta, tá unga kvinnan kemur á Klepp við barninum, hon júst hevði átt. Men hon fær ikki samband við mannin, við pápan. Hann er horvin eina løtu í sínum svarta sálardýpi. Og herðindini hjá sjúka manninum eru ógvisligar senur. Hittinorðaðir eru teir á Kleppi. Aftursvarini, replikkirnir, eru hvøss. Og sum altíð í íslendskum filmum, panoramamyndir av landslagi ella býum, ella báðum. Fær íslendski filmsídnaðurin pengar undir borðinum frá íslendsku ferðavinnuni? Spyrji eg hvørja ferð innantanna, tá eg síggi ein íslendskan film. Og samanumtikið: eri eg tann einasti, sum havi hoyrt handan spurningin, >>hvør er normalur, og hvør er ónormalur?<< minst tvær ferðir ov ofta? Millum skræpu og list. Filmarnir, sum Norðurlandahúsið fer at vísa í vetur, eru ikki teir bestu, filmslistarliga. Teir filmarnir verða ikki gjrødir í Norðurlondum. Okkurt undantak er. Men tað er ikki á hesari skránni hjá >>Klippi<<. Filmarnir í filmsfelagnum hjá Norðurlandahúsinum eru eina staðni millum amerikonsku skræpuna í Havnar Bio og teir allar bestu filmarnar. Teir, sum tú ikki gloymir. Teir, sum tú vilt síggja aftur og aftur, tí teir ríka teg. Flyta okkurt innan í tær. Fáa teg at fegnast um, at fólk eru, sum duga so væl. Kieslowski gavst at gera filmar, setti seg á ein stól at roykja og doyði, í bestu árum. Hasin dummi hundurin! Veruliga góðar filmar sært tú ikki í Føroyum. Tí eingin sýnir teir. Ein í Havnar Bio segði í Útvarpinum einaferð, at hesir filmarnir eru ov >>smalir<< fyri føroyskt publikum . Tann størsta filmslistin er ov >>smøl<< fyri føroyingar. Kanska. Ella er føroyskt publikum ov >>smalt<< fyri veruliga filmslist? Kanska. Næsti filmurin í >>Klippi<<, nýggja filmsfelag Norðurlandahúsins, verður mánakvøldið. Hann er norskur og eitur >>Stjørnurnar<<. Eg veit einki um hann. Men eg gleði meg. Og eitt afturat, kanska eiga vit at endurstovna >>Filmsfelagið<<... Johan í Kollafirði(R) tosar týskt Sjálvt Grindavísan hjá C. Pløyen, amtmanni, varð kvøðin á týskum, tá sjónvarpsrásin N3 farna sunnukvøld sendi fyrsta føroyska spælifilmin Bye Bye Bluebird við týskari talusynkronisering Rúnar Reistrup Sum útiseti í Danmark er tað ikki á hvørjum degi at tú fært høvi at síggja føroyska náttúru sum strekkir seg longur enn myndin hendan mánaðin á myndakalendaranum hjá J.A. Arge. Tí er ein sjónvarpssending ella ein tíðindastubbi við myndum úr Føroyum altíð eitt ljóspunkt á degnum - sjálvt tá tíðindaupplesarin í bakgrundini samstundis tosar um at føroyska samráðingarnevndin fyri guð viti hvørja ferð er komin til Keypmannahavnar, og tað næsta man sær er ein løgmaður sum við einum Atlantic Airways posa í stoppfullum av tollfríum vørum kemur úr flogfarinum og longu líkist einum sum hevur samráðst í 24 tímar og tapt. Hevur man harumframt ávísan tokka til film, eins og undirritaði, er tað einki minni enn ein stórhending, tá ein endaleysur zappitúrur ígjøgnum tær 42 sjónvarpsrásirnar eitt sunnukvøld klokkan trýkorter til midnátt knappliga brásteðgar, tí ein av fyrstu scenunum frá Bye Bye Bluebird fyllir sjónvarpsskermin. Einasti spælifilmur á føroyskum Bye Bye Bluebird, sum leikstjórin, Katrin Ottarsdóttir, sjálv kallaði sín fyrsta rættiliga spælifilm gjørdist soleiðis eisini fyrsti og higartil einasti rættiligi spælifilmurin i føroyskari filmsøgu. Filmurin fekk nógva umrøðu í Føroyum frá fyrsta upptøkudegi, og í Danmark vakti tað heldur løgna konseptið um ein roadmovie í Føroyum stóran áhuga millum danskar fjølmiðlar, tá filmurin varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum fyri hálvumøðrum ári síðan. Og nú, longu áðrenn eg hevði fingið upp í lag at leiga filmin í Blockbuster so eg aftur kundi møta hesi litríku frásøgn úr Føroyum, kom Bye Bye Bluebird av sær sjálvum fram á teir 21 tummarnar ið fylla mest í kollegiekamarinum. Hetta skal runt til føroysku vinfólkini er tað fyrsta eg hugsi og taki telefonrørið til oyrað. Rune tosar deutsch Men gleðin er stokkut. Tað fyrsta eg varnist, eru teir vantandi undirtekstirnir. Og tá eygað síðan varnast heitið >>N3<< uppi í ovara vinstra skermhorni, veit eg innast inni hvat er galið, longu áðrenn eg skrúvi upp fyri ljóðinum og hoyri Johan í Kollfirði siga >>Kom, wir fahren wieder weiter<< við tær báðar Rannvá og Barbu, sum síðan koma rennandi inn í bláa bilin hjá kollfirðinginum. Kollfirðingurin eitur forrestin Rune á týskum. N3 ella Norddeutsches Fernsehen, sum rásin eisini kallar seg, er sum navnið boðar frá ein týsk sjónvarpsrás. Og í Týsklandi verða sjálvt stumfilmir talusynkroniseraðir við týskari talu. Hendan regla hevur so eisini havt við sær, at fyrsti føroyski spælifilmurin í søguni eisini er vorðin fyrsti føroyski týskt synkroniseraði spælifilmurin nakrantíð. Synkronkvøðing Meðan hesi hagtøl kanska kunnu gleða tey, sum í síni tíð gjørdu filmin og nú hava eitt fíggjarligt hol at fylla, so hevði ein sum føroyskur áskoðari eitt sindur torførari við í fyrsta umfari at síggja meiningina og í øðrum umfari nakað gott í slíkari filmspillu. Tað er neyvan tí at týska mentanin er undir so stórum trýsti av teirri føroysku, at týskarar kenna seg noyddar til at seta forðingar í verk, so landsmenninir ikki hoyra ov nógv føroyskt. Men hvussu er og ikki, so skuldi føroyska talan burtur og týskir replikkleikarar fáast at innspæla talupartin av Bye Bye Bluebird inn av nýggjum. Og tað varð so gjørt. Fyrr havi eg zappað framvið so frægum klassikarum sum Casablanca og Taxi Driver hóast einki áhugavert var á hinum 41 rásunum, av teirri einu orsøk, at Bogart, Bergman og de Niro vóru farin at tosa týskt. Men hetta sunnukvøldið gjørdist fyrsti føroyski spælifilmurin eisini fyrsti týskt synkroniseraði filmurin, sum undirritaði legði eygu og oyru til. Og lat meg siga tað beinanvegin. Tað var ikki annað enn næstbest. Tí hvussu væl tað so klæðir Elini Mouritzen at tosa týskt og hvussu gott stev teir týsku synkronkvøðararnir høvdu, so havi eg ongantíð fyrr øvunda munnavlesarum so nógv sum hetta sunnukvøldið. Talan batnaði Men rætt skal vera rætt. Filmurin var ikki heilt oyðilagdur. Tað er stuttligt at hoyra føroyingar skeldast á týskum og harafturat lat týska synkroniseringin møguleikan upp at hyggja at filminum á ein annan hátt. Ein hátt har talan gjørdist minni umráðandi og alt annað trein betur fram. Og tað var kanska ikki tað ringasta sum kundi henda. Tí alt gott um royndar føroyskar sjónleikarar, ið so at siga eru uppvaksnir á teimum ymsu leikpallunum í Føroyum. Men at spæla film duga teir ikki. Replikkirnir, sum fleiri av pallvandu føroysku leikarunum framføra í filminum, høvdu helst ljóðað eins væl á palli og teir ljóða ónátúrligir á filmi. Hetta tók føroyska útgávan av Bye Bye Bluebird ein ávísan skaða av, men hesin skaðin var sum vera man burtur á týsku útgávuni. Nú vórðu replikkirnir framførdir av royndum týskum replikkleikarum, og tað gav sjálvum samrøðunum í filmunum eina betri dygd enn á føroysku útgávuni av Bye Bye Bluebird. Munurin var bara tann, at munnrørslurnar ikki fylgdu taluni, og tað stjól sjálvsagt allan fyrimunin, so mær dámar framvegis best ta føroysku útgávuna. Bye Bye Bluebird er eisini seldur til lond sum Holland, Frakland, Japan og eini trý onnur. Tað hevði nú verið stuttligt at sæð filmin á japanskum. Eg dugi ikki at syngja Í SKÚLA - Har tónleikur altíð hevur førkað meg, tosað við mítt hjarta og mínar kenslur, hevur skúlin heldur tókt mær at verið ein staður, har tú fært ein lista við upplýsingum, frymlum, vitan og øðrum, sum tú síðani tekur til tín ella blakar burtur. Tað kanst tú ikki við tónleiki, sigur yrkjarin Petur Jensen. - Eg trúgvi ikki, at tað ber til at siga, at Backstreet Boys hava lært meg meiri enn Dostojevskij ella Jóanes Nielsen. Hesi hugtøk eru hvør sítt. Men vit taka okkara ávirkanir við í skúla. Tað er ikki av tilvild, at Limp Bizkit stendur skrivað sum graffitti á onkrum veggi í onkrum skúlagarði. Limp Bizkit eru eins viðkomandi fyri ein tannáring, sum Clearasil ella søgubókin hjá Chr. Høj eru tað. Og tað er gott Birgir Kruse Í sanginum >>No Surrender<< sigur Bruce Springsteen >>We learned more from a three-minute record, baby, than we ever learned in school<<. Sum læraralesandi á síðsta ári og hartil yrkjari, hvat heldur tú um hesa útsøgn? Does it ring any bell? Er nakað samband millum skúlanæmingin og tað, sum einaferð æt grammofonplátan? Tá eg var eini 12 ára gamal, gekk eg í sætta ella sjeynda flokki. Tá keypti eg mær eisini plátuna hjá Bruce Springsteen, >>Born in the USA<<. Eg minnist enn, at eg ein dag sat og át eitt Twix og lurtaði eftir Brúsa, tá lagið >>No Surrender<< sníkti seg inn í mítt blóð. Eg skilti onki serliga væl sangin, men strofan >>we learned more from a three minute record, baby, than we ever learned in school<>ja, for ólukkan<<. Skúlin var nakað lort, og eg var ov ungur til at hava eitt lív, men eg hevði tónleikin, og hann var tað, sum gjørdi dagarnar betri. Sum so haldi eg, at tað er ein heilt einastandandi beinrakin setningur - men alíkavæl bara til eitt víst. Tónleikur er á nógvar hættir ein samlíking >>identifikatión<<, sum tú, tá tú ert ungur, speglar tær í, uppøsir teg við, blívur græður av, grætur í, verður hugvaktur og hvørt av sínum. Eg haldi ikki, at tónleikur og skúli kunnu setast saman á ein slíkan hátt. Men sigast skal, at har tónleikur altíð hevur førkað meg, tosað við mítt hjarta og mínar kenslur, hevur skúlin heldur tókt mær at verið ein staður, har tú fært ein lista við upplýsingum, frymlum, vitan og øðrum, sum tú síðani tekur til tín ella blakar burtur. Tað kanst tú ikki við tónleiki. Eg trúgvi ikki, at tað ber til at siga, at Backstreet Boys hava lært meg meiri enn Dostojevskij ella Jóanes Nielsen. Hesi hugtøk eru hvør sítt. Men vit taka okkara ávirkanir við í skúla. Tað er ikki av tilvild, at Limp Bizkit stendur skrivað (sum graffitti) á onkrum veggi í onkrum skúlagarði. Limp Bizkit eru eins viðkomandi fyri ein tannáring, sum Clearasil ella søgubókin hjá Chr. Høj eru tað. Og tað er gott. Onkuntíð minnist eg meg tó ynskja, at onkur lærari onkuntíð góðtók tann tónleik, sum eg lurtaði eftir, sum ein avgerandi og umráðandi part av mínum gerandisdegi, og ikki bara tilskrivaði tað mínum ungdómi - hvør skal siga - at >>hann fer at vitað betri, tá hann verður eldri<<. Hvønn týdning hevur rokkbólkurin U2 og sangarin Bono havt fyri tað tú skrivar og annars fyritekur tær? Fyrstu ferð, eg hoyrdi U2, fekk eg hug at spýggja. Eg orkaði ikki gronina á sangaranum, og enn minni dámdi mær tónleikin. Sangurin var >>New Year's Day<< og árið var 1983. U2 var í mínari verð ein øgilig skræpa. Eg var upp á Duran Duran og sovorið tá. Men so sat eg ein dagin og skrivaði, og mest sum av tilvild hoyrdi eg okkurt í útvarpinum, sum dróg meg og >>talaði soleiðis til mín<<. Eg legði pennin eina løtu og setti meg at lurta. So segði maðurin, er hann nevndur er hann kendur; >>vit hava hoyrt frálíka lagið >>Sunday Bloody Sunday>> við írska bólkinum U2<<. Shit. Eg varð fangaður í mínum egnu fordómum, so í staðin fyri at royna at avnokta tað, setti eg mær fyri, at eg skuldi lurta eitt sindur betri eftir teimum, og speisemið var eisini eftir mær, tí mítt yndislag í 1983 endaði við at kallast >>New Year's Day<<. So U2 gjørdist inspiratiónskeldan burturav? Ja, lat meg til dømis siga frá um eina av mínum allarstørstu løtum nakrantíð. Eitt upplivilsi í 1993. Eg var í Keypmannahavn, á Gentofte Stadion, og vitnaði saman við mínum bestu vinum (og eini 35000 øðrum) heimsins størsta miðlasirkuss, ið kallaðist >>ZOO TV<<. Í eini 10 ár var hesin bólkur vorðin ein av teimum mest týðandi tónleikabólkunum í mínum lívi. Fáir ungir menn hava verið so >>idiotiskir<<, sum Meinhard vinmaður og eg, tá vit í 1991 ognaðu okkum >>Achtung Baby<<. At tveir 18-19 ára gamlir dreingir brúktu so nógva tíð upp á liva seg inn í tónleikin, tekstirnar og verðina hjá einum bólki tykist mær í dag eitt sindur ørligt.....men tann fløgan hevur havt so avgerandi broytingar við sær, at eg tann dag í dag enn eri takksamur fyri henda framíhjárætt. Eg tori næstan at siga, at U2 og Bono - ikki minst - hava givið fleiri av mínum kenslum ein samleika, sum eg kanska aldri hevði fingið, ella sett orð á, um ikki eg slapp at ferðast saman við teimum. Onkursvegna kenni eg eitt slag av symbiosu við U2. Bæði menniskjasliga, andaliga og kanska eisini tónleikaliga....>>can't sing but I got soul<<, syngur Bono á seinastu fløguni >>All That You Can't Leave Behind<<. Men >>Achtung Baby<< tann útgávan hevði størri týdning fyri 90'ini, enn Sgt. Pepper nakrantíð hevði fyri 60'ini. Órógvar tónleikurin ikki tá tú skalt skriva? Nei, tá eg skrivi, havi eg næstan altíð tónleik frá. Nógv av tí, sum eg skrivi, er eisini avleitt av hugsanum og kenslum, sum eg fái sett í perspektiv í mun til okkurt, sum onkur annar hevur sagt. Ofta er tað ein yrking, eg havi lisið, sum eg so onkursvegna reageri upp á, og burtur úr hesum kemur ein yrking frá mær. Gjarna, tá eg skrivaði brøv til vinir, skrivaði eg míni ting, og rammaði tey síðani inn við einum ella øðrum sitati, allarhelst úr einum sangi, sum sat djúpliga inni í mær júst tá. Umframt at U2 gjørdist tín inspiratiónskelda, kunnu vit so siga, at sangarin Bono er eitt.. .ehm. ..alter-ego? Eg havi onkuntíð fangað meg sjálvan í at hugsa, at mítt lív ofta hevur útviklað seg rættiliga paralelt við tónleikin hjá U2 og tekstirnar hjá Bono. Eg eri uppvaksin rættiliga >>kristið<<, men havi altíð havt spurningar, sum >>ein ikki spyr hart<<, og havi havt drúgvar bardagar við ivan, also tá eg ivist, og havi eisini flippa garvilt út í verðini. Onkuntíð hevur hetta ført við sær miklar sálarligar niðurtúrar, meðan aðrar tíðir hevur hetta verið mær einasta troystin í lívinum. >>How far are you gonna go, before you lose your way back home<<. Tá eg hoyrdi hesa strofu av >>Achtung Baby<< fløguni kendi eg meg heima. Eg dugi ikki at siga tað øðrvísi. Eg kendi meg heima. Eg kendi meg júst sum maðurin, ið blakaði seg inn í náttina, uttan at vera vísur í, um dagurin nakrantíð fór at taka ímóti mær aftur, ella um eg hevði nakað heim at venda aftur til. Tað er umráðandi, tá tú kennir teg rótleysan, at hava okkurt, sum kann minna teg á, at tú ikki ert einsamallur. Og í hesum føri fann eg tað í U2. Eg veit at hetta ljóðar sum ein væl frelstur vitnisburður, men fyri meg var tað reinur veruleiki. >>I know I'm not a hopeless case<<, sum Bono syngur í >>Beautiful Day<< á nýggju U2-fløguni. Um vit sleppa tónleikinum og U2 og venda okkum til tann skaldskapin, sum er í bókum, kunnu vit so vænta okkum nýggjar tekstir frá tær í næstum? Ja, nú fari eg at leggja fløguna við U2 til viks eina løtu. Eg havi higartil skrivað 3 bøkur, sum kanska fara at spøkja eitt sindur afturat. Tvær teirra hava verið so >>seriøsar<<, at tann triðja endaði at vera ein lítil roynd at bara tvætla eitt sindur við yrkingini. Um eg fylli 28, so verður tað 18. januar næsta ár, og tá kemur fjóra savnið hjá mær út. Tað eitur fyribils >>Persona Non Grata<< og er kanska tað tyngsta og mest seriøsa, eg nakrantíð havi skrivað higartil. Sprotin skal geva tað út. Hinar bøkurnar, tær eru eisini yrkingasøvn, eru tríggjar: >>afturvendandi endurspeglingar av komandi dreymum<< (1994), >>ongin sól er til<< (1997) og >>guru<< (1999). Í 1997 vann eg virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir og tað var fyri savnið >>eingin sól er til<<, sum forlagið Fannir gav út. Sama forlag gav fyrsta yrkingasavnið út, meðan Sprotin gav út savnið >>guru<<. Í fjør var eg eisini boðin at senda ein tekst til eina danska antologi, sum kallaðist >>Kortprosa '99<<, har eg fekk tekstin >>Løs hud - fragmenter fra Judas' dagbog<< við. Hon kom út frá forlagnum Lindhardt & Ringhof, 1999. Tá tú um eitt gott hálvt ár ert avlærdur (!) lærari frá Føroya Læraraskúla, hvat fert tú so at leggja høvuðsdentin á? Nakað ávist? Ella fert tú kanska slettis ikki at undirvísa? Um mær verður lív og umstøður lagaðar, ætli eg næsta ár at arbeiða við 5 ymiskum verkum, tríggjar týðingar, eitt tekstasavn og eitt yrkingarsavn. Tað fer so allarhelst at merkja, at eg ikki fari í starv sum lærari beint eftir lokna útbúgving (men hetta eigur ikki at halda skúlastjórum frá at ringja eftir mær um neyðugt verður). Men fari eg út at vera lærari, er tað mítt ynski, at arbeiða við bókmentum og tónleiki, so at Limp Bizkit og Marilyn Manson kanska koma á pensumlistar um ikki alt ov langa tíð. Men inntil tá ætli eg mær bert at vera menniskja eina løtu. Og kanska finna mær eitt ella annað slag av heimi í verðini. Um eitt slíkt er til. Næsta ár verður Listahátíð; hvat hevði tú hugsað tær at upplivað? Til stevnuna í august kundi eg hugsað mær at sæð Bob Dylan, Van Morrison, U2 - ella Frank Sinatra og Elvis - ella hvat við Marilyn Manson og Limp Bizkit. Tað hevði einki gjørt, um Salman Rushdie og Adolf Hitler eisini hildu onkran fyrilestur. Teir kundi eg hugsað mær at hoyrt. Takk fyri prátið og góða eydnu framyvir! Somuleiðis. (Lesið meira á síðu 23) Birgir Kruse Beautiful Day; neyðugi hit-sangurin við pounce í og mín sann kennast teir longu religiøsir her í fyrstu skering? Ja, fløgan byrjar við hesum upp-peppaða sangi, ið minnir meg aftur á allarfyrstu fløgurnar, og løg sum >>I Will Follow<<, sum tú spældi í Útvarpinum í 1980. Hesin nýggi sangur hevur longu ligið nummar 1 á popptindunum, og tað er eisini skilligt. Lagið er gott, og teksturin er meiri jarðbundin og einfaldur enn tekstirnar annars hava verið leingi. >>Stuck In A Moment You Can't Get Out Of<< ein deiligur sangur; um trupul viðurskifti millum tvey, ella er tað um okkara viðurskifti við bólkin, altso lurtarin og U2? Ja, hetta er kanska eitt tað vakrasta lagið eg havi hoyrt ófatiliga leingi. Ein intens ballada um at missa, men samstundis at vita, at hetta er ein løta, sum fer at fara. Og ikki minst eitt niðurlag, sum bønar um at verða trallað afturvið. >>Elevation<< teir modernaðu techno-U2 frá >>Discotheque<< og >>Lemon<< - og kanska ein feril av Primal Scream og Nirvana eisini? Ja, tað er sum heitið sigur tað, ein upplyftur sangur. Kanska tað nærmasta vit koma tí intensa og hálv-larmandi rokksangunum, sum annars hava verið nokkso frammaliga á fløgunum hjá U2. >>Walk On<< er ein klárt relig-iøsur sangur! Slagarin av nýggju fløguni? Helst tað, hetta er eitt av løgunum, sum eg veit, fara at gerast millum heimsins bestu í míni verð um ein mánaða ella tveir. Ein sangur við greiðum religiøsum undirtónum, og jaliga niðurlagnum >>walk on<< ella halt á. >>Kite<<- eru hetta fjar minni frá ein endurspegling av Sgt. Pepper, sum kom, sá og sigraði? Hin vakrasti sangurin á hesari fløgu haldi eg; í sterkari kapping við Stuck in a moment...í løtuni í hvussu er. Hvat heldur tú Petur? Hetta er eitt lag, sum Bono skrivaði aftaná at hava roynt at pápast við dóttrunum. Men drekin helt sær bert nøkur fá sekund. Men burtur úr hesum kom avgjørt vakrasta lagið á fløguni. Samdur. >>In A Little While<< - jamen er hetta ikki >>Under the Bridge<< við Red Hot Chili Pepper? Men tó - ein klárur soulsangur á la Wilson Pickett og Committments. Ja, hetta er ein sera einfaldur og strippaður sangur, sum kanska fær meg at hugsa um sein 90ara tónleikin, har bólkar sum Red Hot Chili Peppers og Pearl Jam ímynda tann nakna on intensa sangin, sum er beint har. >>Wild Honey<< hetta er elegant og akustiskt; feitur elbassur og ein klárur farri av Rolling Stones uppá tað besta...og prógvar fyri tað fyrsta, at U2 duga at rokka við kassaguitarum, og at teir eisini hava lurtað dúgliga til Van Morrison, Bob Dylan og ikki minst Rolling Stones, sum tú sigur, seint í 70unum. >>Peace On Earth<< er ein jólaslagari, avgjørt. Eingin ivi. Nummar eitt á jólum. Allar handilshurðar eru opnar fyri hesum, friður á jørð - tað eru jól. At brúka banalitetir og sentimentalitet krevur dirvi og dugnaskap, skal tað hepnast. Akkurát sum hjá Lars von Trier í Dancer in the Dark. Eg haldi báðir partar - Trier og U2 - hepnast heilt væl við hesum sentimentala leiki, hvør í sínum lagi...Ja, hetta er kanska sterkasti teksturin, Bono hevur skrivað síðani >>One<<. Sum ein nevi í gronina sigur hann, hvussu troyttur hann er av at hoyra, at tað er friður á jørð, samstundis sum alsamt fleiri verða dripin og jarðað afturvið útvatnaðum religiøsum klisje'um. Avgjørt ein stakfløga, sum fer at fylla MTV um jóltíð. >>When I Look At The World<< - er hetta ein stórbýar-sálmur? eru vit í London? ella? Hetta er kanska eitt bræv til ein prædikumann, sum allarhelst býr í einum stórbýi. Tað er so syrgiliga lætt at stilla seg upp á eitt podium og prædika um, hvussu verðin sær út, um bert eitt sett av eygum sær hana, og brillurnar kanska ikki eru so væl pussaðar. >>New York<<, ja her er so eingin ivi. Í heimsins stórsta súrepli mitt ímillum kjarnur, ormar, Lou Reed og Sinatra. Praktfullur biti. Hesin sangur staðfestir hvussu spjaddar røturnar hjá einum fólki kunnu vera. Samstundis ber New York eisini boð um, at maðurin, sum hevur sæð rastloysi, stórbýir og alt møguligt ørkymlandi eisini fær sett seg niður og strekt beinini. At enda er lagið >>Grace<< sum er eitt vakurt lag, við einum einfaldum teksti, sum spælir sær við tvítýdningin í orðinum >>grace<<, sum merkir náði, men eisini er eitt nógv brúkt gentunavn. >>Grace finds beauty in ugly things<<, og hetta stendur kanska eftir, aftaná at hava hoyrt fløguna nakrar ferðir. At hóast verðin er stór og ørkymlandi, fylt við so nógvum lorti, so ber til at finna náði í smálutum, so sum at vera pápi, maður og sangari í heimsins besta bólki. Jú tú, alt av náði. Tað havi eg altíð sagt. Men tó >>The ground beneath her feet<< hesin sangur manglar á mínari fløgu. Bara teksturin er prentaður á húsanum. Og eingin minni enn Salman Rushdie eigur hann. Tekstin altso. Men sangin havi eg ikki funnið. Veitst tú nakað? Ja fyrst skuldi hann ikki vera við og so aftur og fram. Men endin varð at hann bert finst á ljóðsporinum til Wim Wenders-filmin >>Million Dollar Hotel<< og kom slettis ikki við á hesa nýggju U2-fløguna, hóast hann stendur í tekstheftinum. (Birgir og Petur um U2 >>All that you can't leave behind<< Island 2000) KRISTNIR SANGIR Í sambandi við túsundárahaldið helt Petur Jensen fyrilestur fyri 10. floks næmingum í Eysturskúlanum um tónleikin hjá U2. Høvuðsdenturin varð lagdur á kristiligar og bíbilskar endurspeglingar í tekstum teirra. Umframt at siga, at allir sangir hjá U2 hava ein íbornan kristnan boðskap, vórðu hesir sangir lisnir saman við næmingunum, við høvuðsdenti á tað kristiliga og bíbilska: (Petur Jensen í Eysturskúlanum 31.10.00) DAGBÓKIN MÁNADAGUR 30.10. Eg havi sjáldan verið so spentur, sum eg havi verið allan dag. Eg havi glett meg sum eg veit ikki hvat til at nýggja U2 fløgan, >>All That You Can't Leave Behind<< skuldi koma í handlarnar. Eg eri ikki 11 ár longur. Nú eri eg 27, so eg havi kanska eitt sindur búnari forhold til U2, men tá eg gekk oman í handilin, kendi eg meg ikki nógv eldri enn 11. Henda nýggja fløgan er ógvuliga nakin og jalig, positiv. Hetta kann vísa seg at vera ein stórur biti at gloypa, men tað man kanska fara at ganga. Og nú havi eg so sitið og hoyrt fløguna einar 3 - 4 ferðir. Og lat tað bara verða sagt; eg elski hana longu. Og tað visti eg væl, at eg fór. Hesaferð er maðurin, sum tær seinastu tríggjar fløgurnar hevur reikað rastleysur um í heiminum og myrkrinum á veg heim aftur. Bono er fyltur 40, hevur vitjað pávan, Kofi Annan, Nelson Mandela og er komin væl á leið at frelsa heiminum, men er eisini komin til sættis við at vera pápi (enn eitt, sum eg eigi eftir á), nærkast miðaldarkreppu og hvat veit eg_.men hann torir at siga, at hann ikki er uttan vón. (Petur Jensen) Heystið myrkur - veturin From: árni gregersen Reply to: árni gregersen To: Subject: Teldubrævið 28. oktober Fyrsti veruligi heystdagurin var hesa vikuna. Løgið, men líka til nú hevur ein havt varhugan av, at heystið ongantíð fór at koma í ár. Sjálvt um summarið onki hevur verið at reypa av, so hevur veðrið verið stak gott, og bæði september og oktober hava roynst væl. Sólin hevur skinið, og her í oktober hevur náttúran bert skift lit, og dagarnir eru vorðnir styttri. Veðrið hevur verið tað sama gott, stilt og lýtt. Men so kom broytingin: mánadagin fínasta veður, men týsdagin var regn og vindur. Dagurin var knappliga nógv styttri. Myrkrið kom fyrr, og vit kyndu fyrr. Eitt sindur deprimerandi, men hinvegin eisini hugnaligt. At ganga sær ein túr um kvøldið og kenna roykin úr skorsteninum. Gott brenni úr skóginum angar væl. Tá ið ein gongur gjøgnum gøturnar í Nexø við mongu lágu húsunum, slepst ikki undan, at ein sær inn í smáu hugnaligu stovurnar. Og tað slepst heldur ikki undan at fyristilla sær allar lagnurnar handan gluggarnar. Hvat hugsa tey um? Lívið deyðan, børn, ommu- og abbabørn? Framtíðina? Í gerandismeldrinum er sjálvdan tíð til slíkar tankar, men tá ið myrkrið kemur fyrr og kvøldini verða longri, fara tankarnir á flog. Summi kenna tað tyngjandi við stuttu døgunum onnur kenna meira frið á sær. Hetta heystið bleiv eitt sindur serligt. Avgerandi samráðingar millum Danmark og Føroyar uttan at føroyingar á nakran hátt standa saman. Heystið vekir minnir um søguna. Um tær samráðingar, sum fóru fram eftir fólkaatkvøðuna í 1946, og um enn fornari tíðir, tá ið føroyingar hava skula staðið saman. Tað sær út til ikki at bera til. Sum eygleiðari eitt sindur fjarstaddur, fær tú ta fatan, at tað als ikki ber til hjá føroyingum at standa saman. Og hiðani sæst týðuliga, at tað hóvar forsætisráðharranum stak væl. Føroyingar eru als ikki samdir. Ergo: Tað ber ikki til at samráðast við teir. Samráðingarumfarið hesa vikuna er onki undantak. Onki úrslit og hvør fór til sítt. Danska pressan válkar sær í, at føroyingar ikki eru samdir. Serfrøðingarnir eru ósamdir. Hvat fer felagskapur Sameindu Tjóða at siga? og fer tað at hava nakra ávirkan á danskar politiskar myndugleikar? Landsstðrið hevur boðað frá fólkaatkvøðu næsta ár, meðan andstøðuflokkarnir krevja nýval nú. At síggja hiðani liggur alt í skeljasori. Nyrup hevur vunnið - føroyingar standa spjaddir og eru ikki komnir av fliðuni. Sæð hiðani úr Eystrasalti sær myrkt út. Veturin er fyri framman, og tað hómast bert einstakir glottar í havsbrúnni. Fara føroyingar at semjast um, at vit eru serstøk tjóð? Fer eitt nýval at broyta støðuna ? Fer eitt møguligt nýtt landsstýri at megna at savna føroyingar? Ella verður tað bert ósemja við mótsettum fortekni? Nógvir spurningar skulu svarast ígjøgnum henda myrka vetur, sum stendur fyri framman. Kanska verður hesin meira deprimerandi enn hugnaligur. Kanska er einasti glottin grækarismessan, tá ið tjaldirð kemur aftur og boðar frá ljósari tíðum. Árni Gregersen Bornholm Óljóð elvir til strongd EG MEINI TAÐ: Sonne Smith, útvarpsmaður: Tað argar, ertar, purrar, nervar, plágar, tennar, órógvar, fjáltrar, tarnar, er til hindurs, ørkymlar, forsyndar. So haldi eg ikki, at tað vóru fleiri orð á hesum sinni fyri genere í orðabókini. Hvat er tað so, sum er so generandi, at tað órógvar gerandisdagin? Í hesum føri eru tað loftmiðlar, tey rópa, altso radio og sjónvarp umframt fartelefonin. Fartelefonin fyrst. Fyri kortum hoyrdist harmaljóð um, at bara fjórðihvør føroyingur hevur fartelefon. Sum vant er føroyingurin eftirbátur. Tað líkist ongum, at í londunum rundan um okkum hevur annaðhvørt menniskja ella heili 75 prosent av øllum menniskjum fartelefon. Tað skulu vit eisini hava, tí annars fylgja vit yvirhøvur ikki við í menningini. Ja, menningini! Hvat fyri menning? Er tað menning at fara í song við einari fartelefon á búkinum? Er tað menning at sita, ganga, liggja og SMSa idiotiskar vittigheitir út um alla verðina; vittigheitir, sum vóru in fyri 40 árum síðani? Ella blondinuvittigheitir. Fúlar vittigheitir, ið eru so fjákutar, at tær eru ikki ein gang stuttligar? Hvussu kann tað bera til, at tað er so umráðandi, at vit í øllum lívsins viðurskiftum partú skulu senda SMS-boð í øll heraðshorn til svartasta onga nyttu? Sjálvandi ber væl til at siga, at tað rakar ikki meg. Eg kann bara látast ikki at síggja ella hoyra hetta undurfulla tólið. Tað er ikki mítt. Men tað er bara tað, at tað órógvar í kirkju, samkomuhúsi, biografi, til jarðarferð, í leikhúsi, í handli, fyri ikki at siga í skúla, hóast eg ikki gangi í skúla í løtuni. Kortini ikki í vatni. Tíbetur eru bara nakrar heilt fáar fartelefonir so frægt vatntættar, at tú fært frið fyri teimum, tá ið tú svimur. Víst er fartelefon eisini góð at hava. Hon er so framkomin, at tú kanst tosa við fleiri í senn, tó at tað er óluksáliga ringt at skilja, hvat endamálið er við hesi øgilugu tráan eftir at gera vart við seg. Jú, jú, eg veit væl, at fartelefonin er hent. Hon er so hent vorðin, at um ikki so langa tíð er næstan einki fastsamband til longur. Snilt, snilt. Og hvør veit. Kanska verða vit so troytt av hesum tvætlinum, at fartelefonin verður beinleiðis nyttug. Fjarskiftissambandið hevur Gud hjálpi tú mær eisini lagt hald á musikkin. Ring til ein stovn, tað veri seg privatan ella almennan. Bíða við, ljóðar sera fólkaligt í hinum endanum. Ekkóið av hesum kurteisi er valla horvið, fyrr enn tú hoyrir eina strofu úr Für Elise hjá Beethoven, Jesus bleibet meine Freude hjá Bach ... og fyri at venda aftur til Beethoven eina strofu úr The Fifth ... hjálp! Einki symfoniorkestur, eingin komponistur, eingin dirigentur við virðing fyri sær sjálvum vil finna seg í, at hesin musikkur skal sjoflast til sum pausuterapi í einari telefon. Tí er tað uppaftur verri, at tað er blivið til ... dósaklassiskt. So til radio og sjónvarp. Nær sleppa vit føroyingar av við hetta óljóðið, sum tað má vera, tá ið øll skulu rópa í holið á hvørjum øðrum fyri at hoyra hvønn annan í bussinum, skipinum hjá Strandferðsluni, á summum matstovum, í handlinum, í bilinum (hjá øðrum). Ber tað ikki til at sløkkja! Er tað ikki radio, sum ljóðdálkar, so er tað sjónvarpið, sum bæði ljóð- og myndadálkar. Alt hetta, tí vit skulu fylgja við. Vera orienterað. Vita nakað. Sannleikin er tann, at mannaheilin er rætt og slætt ikki førur fyri at skilja frá, hvat tað er fyri vitan, vit tráa eftir. Tað gongur alt so skjótt fyri seg, at heilin fær ikki skrásett nakað sum helst. Tí standa vit eftir við ongum uttan einari stórari telefonrokning og skulu syrgja fyri at rinda lurtara- og hyggjaragjald. Umberið hetta knarrið. Men álvaratos. Nú er tíð uppá, at vit skilja millum vælferð og vælstand. Mær vitandi er ikki eitt menniskja vorðið lukkuligari eftir at hava roynt at skráseta øll impulsini, sum hamra inn í høvdið á okkum allan dagin og ekkóa um náttina. Jú, øll hesi tólini kundu verið vælsignað, men tey verða ikki vælsignað at eiga, so leingi tey verða so misbrúkt, sum tey eru. Stjørnurnar Mánadagin verður annar filmurin í røðini hjá filmsfelagnum Klipp sýndur í Norðurlandahúsinum. Tað er norski filmurin "Stjørnurnar", sum Torun Lian stjórnaði í 1998. Filmurin er um ta 11 ára gomlu Mariu og sakn hennara, tá hon missir lítlabeiggjan, sum doyr av krabbameini. Afturat tí meiningsleysa deyðanum noyðist Maria eisini at dragast við sorgina hjá foreldrunum. Men í vinalagnum við hin javngamla og káta Jákup fær hon møguleikan at bróta skelina, hon er í, og viðgera sorgina. Hóast tungur í evni, er hesin virðislønti norski filmur bæði vakur og týdningarmikil í nýggjari norrøna filmsgerð, sum fyrst og fremst vendir sær til børn frá umleið 11 ára aldri. Í viðtali hevur norski leikstjórin sagt, "at tann veruleiki at eg sjálv misti eitt barn, hevur einki við filmin at gera. Tað hendi aftaná at eg hevði skrivað bæði bók og søgu, sum filmurin byggir á." Torun Lian vil ikki hava hesa søguna, ið gjørdist hennara fyrsti filmur, benda inn á seg sjálva. Men so kann ein spyrja, hvar ein so tung søga hevur sín uppruna? "Eg var ógvuliga sorgarbundin og tung í huga tað summarið, eg skrivaði søguna" sigur Torun Lian, "og ætlanin var í roynd og veru at skriva ein skemtileik til pallframførslu. Men eg helt at tað fór at bøta um ringa lagið hetta summarið við at skriva okkurt tungt og syrgiligt. Eg skrivaði tær fyrstu 30 síðurnar, ið eins og fyrstu brotini í filminum eru ógvuliga hugtung. Tá bleiv eg í góðum lag; tað var eitt slag av reinsan." Í leiklutunum síggja vit m.a. Anneke von der Lippe, ið vit kenna sum "Barbu" í filminum hjá Nils Malmros. Ole Michelsen, sum um dagarnar fekk virðisløn frá starvsfeløgum í danska útvarpinum fyri gott fakligt og málsligt avrik í sendingini "Bogart", gav norska filminum 4 av tiltiknu Bogart-hattunum í fjør. Stikkorð at hava við til filmin "Stjørnurnar" í Norðurlandahúsinum mánakvøldið: vinalag, lívsgleði, tey nærmastu, deyði, sjúka og sorg. Tøl, ið tala Íslandskir menn hava væl betri útbúgving enn norrønu brøður teirra. 40% av teimum hava í minsta lagi 13 ára útbúgving. Í Danmark eru tað bara 23 % sum kunnu breggja sær av so mongum árum á skúlabeinki, meðan tølini fyri Noreg, Svøríki og Finnland eru ávikavíst 28%, 31% og 33%. Í síðstu viku varð norrøna hagtalsbókin "Nordisk Statistisk Årbok" løgd fram á tíðindafundi í Keypmannahavn. Bókin, sum fevnir um 300 blaðsíður við turrum hagtølum, fæst eisini við tedlufløgu, har hópurin av frágreiðingum kunnu finnast. Ritstjórin Klaus Munch Haagensen, sum starvast hjá donsku Hagstovuni sigur, at ymsu norrønu tølini nú kunnu setast saman og geva áhugaverd úrslit fyri hin forvitna. Hædd er altso tikin fyri frávikum í ymsu londunum, tá umræður savnan og uppgerð av hagtølum. Ein upplýsingur í bókini er, at í øllum Norðanlondum eru kvinnur oftari frá arbeiði vegna sjúku, samanborið við menn. Men hví hava nærum 4 % av øllum norskum arbeiðandi kvinnum verið sjúkar í minst eina viku, meðan hetta bara er galdandi fyri 1,5% av donsku arbeiðandi kvinnunum? Ritstjórin veit einki svar, men staðfestir at tølini eru røtt. Kann hugsast, at donsku kvinnurnar er bangnari fyri at missa arbeiði, um tær eru sjúkar? Norrøna hagtalsbókin fevnir eisini um tøl fyri trivnaðar- og útbúgvingarøkið, eins og mentan og kunningartøkni. H. N. Jacobsens bókahandil selur hesa, eins og aðrar líknandi bøkur frá Nordisk Ministerråd. Tróndur til Flensborg Hósdagin letur Tróndur Patursson upp eina framsýning við málningalist og list úr glasi í Flensborg. Tað er danska bókasavnið í býnum, sum saman við Listafelagnum í Suðurslesvík og Norrønu kunningarstovuni á staðnum skipa fyri framsýningini. Í skránni siga tey, at Tróndur arbeiðir í "klarest mulige farvekontaster som sort og blå". Norrøna kunningarstovan hevur virkað í dansk-týska marknaðarøkinum í trý ár. Í hesum sambandi verður veitslumóttøka, har evnið er Útnorður. Gestarøðari er íslendski rithøvundurin Einar Már Guðmundsson, ið skrivaði søguna "Alheimsins einglar", sum fekk bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 1995. Filmurin hjá Friðrik Thór Friðrikson, ið byggir á somu søgu, verður sýndur á norrønu filmstevnuni í grannabýnum Lübeck um vikuskifti. Eftir røðu Einar Már's, verður høvi at síggja framsýningina hjá Tróndi. Tiltakið endar við sangi og tónleiki, sum grønlendski Rasmus Lyberth og danski Christian Alvad standa fyri. Út at rógva Í sambandi við alnótina verða oftani brúkt hugtøk sum at kasta, seta ella rógva. Ikki so løgi, tá ein hugsar um høvuðsvinnu okkara og hvussu vanlig henda kunningartøknin er vorðin. Tveir 25 ára gamlir fransmenn, sum dáma væl at ferðast, Moez Attia og Christophe Baillon, bjóða nú umborð á eina rætta sjóferð í telduni. Treytin er, at tú dugir franskt og ert íbundin alnótina. Undir heitinum "Fimm meginlond, fimm høpi" greiða teir báðir frá um støð, teir hava vitjað. "Verkætlanin skal læra børn í øllum heiminum at nýta nútímans samskiftismøguleikar, serliga alnótina", siga teir báðir Moez og Christophe, sum fyrst av øllum dáma væl at ferðast. Báðir fóru úr París fyri ólavsøku og hava vitjað Argentina, Kili, Kuba, Meksiko, Avstralia og Tailand. Franska heimasíða teirra fevnir um 300 myndir og brot úr videofilmum og hálvthundrað greinar. Ferðandi fransmenninir eru nú farnir eystureftir til India, Pakistan, Nepal og Bangladesh. Eftir jól ætla teir til Afrika og í summar til Eysturevropa. Annaðhvønn mánaða verður heimasíðan www.5c5c.net dagførd. Ungu ferðahugaðu fransmenninir eru lærdir teldutøkningar og vilja nýta nýggju tøknina at knýta sambond við 10-14 ára gomul børn. "Alnótin letur upp ein heilt nýggjan heim fyri teimum" siga teir báðir ferðandi teldumenninir, sum fyribils bert skriva á fronskum. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt lágtrýst, 995 hPa. við Føroyar grynnist, meðan ein hátrýstryggur sunnan fyri Hvarvið fer spakuliga eystureftir. Lágtrýstið yvir Ermasundi fer spakuliga í landnyrðing, meðan hátrýstryggurin í útsynning úr Íslandi væntandi verður við Føroyar hósdagin. Veðrið í dag: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, um kvøldið møguliga skrið. Stundum avfall, partvís vátakavi og hitin millum 1 og 4 stig. Veðrið mikudagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði, um kvøldið minni vindur. Ælingur, partvís kavi, men eisini sólglottar. Hitin millum frostmarkið og 3 stig. Veðrið hósdagin: Lot til andøvsgul av norði, seinni lækkar hann niður í vestan. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum frostmarkið og 3 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, seinni hækkar hann upp í eystan. Stundum regn ella vátaslettingur og hitin millum 2 og 6 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 995 hPa. við Føroyar grynnist, meðan ein hátrýstryggur sunnan fyri Hvarvið fer spakuliga eystureftir. Í dag: Lágtrýstið yvir Ermasundi fer spakuliga í landnyrðing, meðan hátrýstryggurin í útsynning úr Íslandi væntandi verður við Føroyar hósdagin. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Føroyar gerast limir í IMO Nú er ætlanin at at førooyarskulu gerast sjálvstøðugir limir í altjóða felagsskapinum IMO. Hetta er felagsskapurin, sum ásetur altjóða trygdarkrøvini til skip. Trygdarviðurskiftini til skip eru nevniliga í tveimum.Eitt eru krøvini, sum hvørt land sær hevur fyri síni egnu skip. Men harafturat eru tað tey altjóða krøvini, sum IMO ásetir. Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum, er tað nú ætlanin at yvirtaka málsøkið "trygd á sjónum" yvir á føroyskar hendur. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at samstundis, sum vit yvirtaka hetta málsøkið, er tað ætlanin at gera Føroyar til "assosieraðan" lim í IMO. Hetta er eitt slag av limaskapi, sum gevur okkum talurætt í IMO, men ikki atkvøðurætt. Og samstundis skulu vit sjálvandi ganga undir teirra treytir. Landsstýrismaðurin sigur, at yvirtaka vit bara málsøkið "trygd á sjónum", uttan at tengja IMO uppí, koma vit í eina løgna støðu, sum vit ikki eiga at koma í. Tá verða tað vit, sum taka avgerðirnar og umsita reglarnar, men tað verða danir, sum hava ábyrgdina.Og sostatt verða tað eisini danir, sum fara at fáa átalu frá IMO, um vit ikki lúka treytirnar. Tað haldi eg ikki er rætt. Eg haldi, at tað hevur týdning at avgerðir og ábyrgd fylgjast og tí er tað eisini rætt, at vit fáa okkara egna limaskap í IMO, sigur Jørgen Niclasen. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Tað kemur ikki upp á tal at slaka Í farnu viku samtykti Landsstýrið at Skipasýnið og onnur mál, sum hava við trygd á sjónum, skulu yvirtakast frá dønum. Men tað kemur ikki uppá tal at slaka í krøvunum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður Nú er rættilig gongd komin á arbeiðið at yvirtaka málsøkið "trygd á sjónum" frá donskum myndugleikum, yvir á føroyskar hendur. Málsøkið "trygd á sjónum" umfatar bæði Skipasýnið, merkingar, vitatænastuna, veðurtænastuna og onnur viðurskifti. Málið er nú komið so langt, at landsstýrið samtykti í farnu viku at leggja uppskot fyri tingið um at yvirtaka málsøkið frá donskum myndugleikum. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at uppskotið borið niðan í tingið fyrsta dagin. Landsstýrismaðurin dylir ikki fyri, at hann er spentur uppá viðgerðina í tinginum Vónandi fer viðgerðin í tinginum at geva okkum greiðar ábendingar um, hvønn veg, og hvussu langt, vit skulu fara á hesum øki. Jørgen Niclasen sigur, at tað fer at kosta 18 milliónir um árið at yvirtaka málsøkið "trygd á sjónum". Skulu vit yvirtaka Skipasýnið einsamalt, fer tað at kosta 10 milliónir. Men endamálið hjá honun er, at alt málsøkiðskal yvirtakast. Tá ið Løgtingið hevur sagt sína hugsan um málið, verða samráðingar við donsku stjórnina. Tá ið tær eru lidnar, verður uppskot aftur lagt fyri Løgtingið um tær ítøkiligu lógirnar. Hann sigur, at hetta fer uttan at taka tíð. Men hann ivast ikki í, at tá ið hetta valskeiðið er liðugt, skuldi øll viðurskifti, sum hava við trygd á sjónum, verið komin á føroyskar hendur. Trygdin í hásæti Jørgen Niclasen sigur, at tað, sum er mest umráðandi fyri hann, er, at trygdin verður sett í hásæti. Endamálið er at varðveita trygdina Men trivnaðurin skal avgjørt heldur ikki undirmetast, tí hann hevur eisini ómetaligan týdning, um tað yvirhøvur skal eydnast at fáa fólk umborð. Ikki minst nú kappingin frá øðrum vinnugreinum er við at verða ein hóttan ímóti flotanum, eri eg sannførdur um, at tað hevur alstóran týdning, at vit eisini hugsa um trivnaðin umborð á skipunum. Annars kann tað verða so skjótt, at fólk ikki fæst til skips. Men at vit seta trygdina og trivnaðin høgt, haldi eg, at nýggja vaktarskipið er eitt talandi dømi um, tí har hava vit skorið út í kortið, hvussu vit halda, at viðurskiftini skulu vera. Ikki uppá tal at slaka Óndar tungur hava viljað verið við, at einasta orsøkin til, at vit nú skulu yvirtaka Skipasýnið, er, at so kunnu vit sleppa at slaka krøvini til trygdina fyri at sleppa reiðarum undan ymsum útreiðslum? Tað kemur ikki uppá tal.Trygdin skal setast í hásæti og tað liggur ómetaliga fjart frá mær at slaka treytirnar. Slíkum hugsunarhátti er tíðin farin frá. Ein siglandi tjóð sum føroyingar, kann ikki loyva sær at seta at trygdina til viks. Tað má ikki henda, at spurnartekin verður sett við, at at vit ikki gera okkara besta fyri trygdina á sjónum Tey, sum eisini halda, at eitt av endamálinum við hesum er, at Føroyar skulu verða eitt frístað fyri skip, sum ikki kunnu skrásetast aðrastaðni, fara ógvuliga skeiv, sigur Jørgen Niclasen. Nú kemur barnsburðargrunnurin Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum fer í næstum at leggja uppskot um barnsburðargrunn fyri løgtingið Stendur tað til landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum, Bjarna Djurholm, verður lógin um barnsburðargrunn sett í gildi 1. februar komandi ár. Sambært Dagblaðnum í gjár, er uppskotið til barnsburðargrunnin nú liðugt. Tað hevur verið fyri á landsstýrisfundi og er nú til ummælis hjá viðkomandi feløgum og stovnum. Drúgv fyrireiking Rúm tíð er liðin síðani Finnbogi Arge, fyrrverandi landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, fór undir arbeiðið at fyrireika ein barnsburðargrunn. Men hetta arbeiðið steðgaði upp tíðliga í ár, millum annað tí, at fakfeløgini ikki vildu vera við í arbeiðinum, tá Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ikki vildi rinda fakfelagslimunum fundarpening fyri fyrireikingararbeiðið. Grundgevingin fyri hesum var, at arbeiðið varð gjørt til fyrimuns fyri fakfelagslimirnar, og tí nýttist teimum ikki at fáa fundarpening. Tá nýggi Bjarni Djurholm kom í sessin sum landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum gjørdi hann av, at umsiting hasara sjálv skuldi orða eitt uppskot í neyvum samstarvi við arbeiðsmarknaðin. Hetta lógaruppskot er nú liðugt snikkað saman og sent fakfeløgunum og øðrum viðkomandi til ummælis, og tá landsstýrismaðurin fær ummælini aftur, fer hann at taka støðu til viðmerkingarnar og bera uppskotið í tingið. Hetta roknar landsstýrismaðurin við at náa innan mánaðurin er úti. Fyri øll Meiningin við barnsburðargrunninum er, at øll líkamikið starv, skulu hava møguleika at fara í barnsburðarfarloyvi, uttan at hava fíggjarligan miss av hesum. Verður lógin um barnsburðargrunn samtykt, kunnu allar kvinnur fara í farloyvi fýra vikur áðrenn tær skulu eiga barn, meðan kvinnur og menn hava 24 vikur at býta ímillum sín, eftir at kvinnan hevur átt. Gjaldið úr grunninum verður svarandi til miðal mánaðarligu inntøkuna seinsata árið, áðrenn rætturin til fráveru tekur við. Tó er eitt loft í útgjaldinum, sum er 35.000 krónur um mánaðin. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum roknar við, at grunnurin fer at kosta um 45 milliónir krónur um árið. Umleið helvtin av grunninum verður fíggjað við flytingum millum konti á fíggjarlógini. Restin verður fíggjað av arbeiðsgevarum og lønmóttakarum við 0,25 prosentum frá hvørjum parti. Tað verður ALS, ið kemur at umsita skipanina við barnsburðargrunninum, sum Bjarni Djurholm ætlar at finna eitt navn til í næstum. Til borgararnar í Tórshavnar Kommunu Fyri 30 árum síðani flutti eg til Føroyar úr København og búsetti meg í Tórshavn. Meta C. Palle Valevni Javnaðarfloksins í Havn Tórshavn er broyttur nógv. Tórshavn er ein góður býur at búgva í, sum tekur hgond um sínar borgarar, men á nøkrum økjum kundi tað verið betur, so sum barnagarðar/eldrapolitikk og onnur ting. Eg kundi hugsað mær at arbeitt við eldrapolitikki og íbúðartrupulleikum og at verið við til at gera dagin lættari fyri borgaran í Tórshavnar kommunu og herundir eisini Kollafjørð. Tað er eisini neyðugt at diskuterað ferðsluna í Tórshavn soleiðis, at tað er lættari hjá fótgangandi/súkklandi borgarum. Eg vil arbeiða >>med sund fornuft<<. John Johannessen - john@sosialurin.fo Nýggj nevnd í blaðmannafelagnum Øll nevndin varð skift út á aðalfundinum hjá Føroya Blaðmannafelag leygarkvøldið. Eingin í nevndini, sum hevur sitið seinasta skeiðið, vildi verða afturvaldur, og tí mátti allir nevndarsessirnir veljast av nýggjum. Í nýggju nevndini hjá Føroya Blaðmannafelag sita nú Jústinus Eidesgaard, formaður, Eli Guttesen og Katrin Petersen. Nevndin sum legði frá sær var mannað av Randi Jacobsen, formaður, Sveini Tróndarson og Ingun Olsen. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Læra at taka sær av børnum við sorg 600 fólk við tilknýti til fólkaskúlan skulu komandi tíðina á skeið, sum skulu gera tey betur før fyri at taka sær av børnum við sorg Lærarar og onnur fólk við tilknýti til fólkaskúlan fara komandi tíðina at leita sær góð ráð og vegleiðing um børn, sum eru í sorg. Tað er Føroya Felag móti Krabbameini í samstarvi við Landsmiðstøðina fyri Undirvísingaramboð, sum skipar fyri skeiðunum, ið Jes Diege fra danska krabbameinsfelagnum fer at halda. Skeiðini verða fyriskipað, tí skúlin hevur eina týðandi uppgávu á hesum øki, og eisini við tí fyri eyga, at hjálpa skúlunum at seta í verk eina skipan, sum kann fjálga um og taka sær av børnum, sum eru í sorg, siga Jancy Gaardlykke, ráðgevandi sjúkrasystur hjá Føroya Felag móti Krabbameini. Lærarar hava ásannað, at teir eisini hava eina uppgávu at hjálpa børnum, sum hava sorg, tí tey hava mist foreldur, systkin ella hava verið úti fyri onkrari sermerktari hending. Skúlin er so stórur partur av gerandisdegnum hjá barninum, at tey mugu hava tað gott í skúlanum, sigur Jancy Gaardlykke. Kenna trupulleikan í skúlanum Undirtøkan fyri skeiðnum, sum hevur heitið Børn, sorg og skúli er sera stórur. Heili 590 fólk við tilknýti til fólkaskúlan fara á tey sjey skeiðini, sum byrja fríggjadagin og halda fram í eina viku. Lærarar kenna til trupulleikan, tá børn syrgja. Skúlagongdin hjá hesum børnunum verður merkt av sorgini, tí tey læra ikki líka væl, og tey fáa trupulleikar í sosiala lívinum á skúlanum, sigur Jancy Gaardlykke. Ætlanin er at hesi skeiðini skulu gera lærarar betri førar fyri at takla hesar støðurnar, so børnini koma at trívast í skúlanum. Rágevandi sjúkrasysturin hjá Krabbameinsfelagnum vísir á, at ofta royna foreldur og avvarðandi at spara børn fyri keðiligar hendingar við at halda tey uttan fyri og ikki vísa teimum kenslur, men hetta er skeiva loysnin. Tað er ein misskiljing at halda, at børn skulu verjast frá tí partinum av veruleikanum, sum snýr seg sum at missa, sorg og deyða. Tey hava hinvegin brúk fyri felagsskapinum við vaksin, og einki at gera, er skeiva loysnin, sigur Jancy Gaardlykke. Fylgja upp Hetta er ikki á fyrsta sinni, at Landsmiðstøðin og Krabbameinsfelagið standa saman um at skipa fyri einum skeiði við evninum sorg. Í august og september í 1998 var skeið við heitinum Krabbamein í Føroyum & um Børn, sorg og skúla. Skeiðið vardi í 3 dagar, og var fyri øllum skúlaheilsusystrunum, einar 20 í tali, og umleið 25 lærarum í fólkaskúlanum. Undirtøkan fyri hesum skeiðinum var so stór, at vit avgjørdu, at vit máttu taka evni uppaftur seinni, og tað er tað, sum vit gera nú, sigur Jancy Gaardlykke. Umframt skeiðini verður eisini ein almennur fyrilestur um børn og sorg í Útvarpshøllini 17. november. Tað er Jes Diege, sum fer at halda hendan fyrilesturin. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Leiðslan á Sernámsdeplinum fer frá Leiðarin og skúlaleiðarin á Sernámsdeplinum hava sagt seg úr starvi. Orsøkin er tann nógva umtalan av Sernámsdeplinum, sum hevur verið seinastu vikurnar. Eftir at landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum seinasta týsdag segði við Sosialin, at hann fór at seta ein bólk at kanna viðurskiftini á Sernámsdeplinum, avgjørdu leiðarnir á stovninum at siga seg úr starvi. Marita Petersen hevur verið leiðari á stovninum, síðani hann sá dagsins ljós fyri næsta trimum árum síðani, og Ása Ellefsen hevur verið skúlaleiðari. Eg havi ikki sagt meg úr starvi, tí eg eri bangin fyri eini kanning, men tí at eg ikki dugi at síggja nøkur útlit fyri at fáa skipað viðurskifti at arbeiða undir fyrstu nógvu árini, sigur Ása Ellefsen. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Signeraði øru teknirøðina Leygardagin var Jógvan á Høvdanum, yngri, í SMS og signeraði nýggju teknirøðina hjá sær Klaksvíkingurin við teimum sermerktu og provokerandi tekningunum hevur gjørt allar tekningar til Totalt langt úti, sum 52 síður stóra teknirøðin kallast. Talan er um ørar tekningar um kynslív, átrúnað, rúsevni og gerandislív. Nakað av fólki kom fram við hjá Jógvani leygardagin, og tey fingu øll eina skrivliga heilsan frá tí argandi teknaranum. Nýggja teknirøðin fæst til keyps kring alt landið, og kostar hálvthundrað krónur. Børnini skulu raðfestast fremst Vit í Javnaðarflokkinum halda, at tað at ganga í barnagarði eigur at vera líka so nátúrligt, sum at fara í skúla. Elin Lindenskov býráðslimur Javnaðarlfoksins í Havn Til seinasta val lovaðu vit at loysa barnaansingartørvin innan 10 ár. Tá var búskaparkreppan ikki av, og tá mettu vit, at kommunan kundi klára 30 nýggj pláss um árið. Tá stóðu 289 børn á bíðilistanum, sum ikki høvdu nakað tilboð um pláss. Seinastu 4 árin hava vit útbygt barnagarðsplássini við 280 plássum afturat - 70 nýggj pláss um árið. Vit hava útbygt meira enn tað dupulta av tí, vit lovaðu. So í veruleikanum hava vit loyst tann tørv, ið var tá. Vit hava enntá loyst tørvin uppá 4 ár, sum vit væntaðu at loysa uppá 10 ár. Javnaðarflokkurin er tann einasti flokkur, sum hevur torað at bundið seg til at tryggja øllum børnum mennandi barnaansingartilboð. Hóast risastóru útbyggingina, so standa enn út ímóti 400 børn á bíðilistanum til barnagarðspláss. Hetta kemst av, at tilflytingin til Havnar hevur verið sera stór seinastu árini. Javnaðarflokkurin hevur alla tíðina arbeitt fram ímóti at loysa barnagarðstørvin, men tað hevur verið trupult at fylgt við, tá ið fólkatalið samstundis veksur so skjótt. Tí hava vit lagt eina ætlan, sum vil loysa tørvin eftir trimum árum. Javnaðarflokkurin heldur, at um viljin er til staðar, so ber væl til at nøkta tørvin 100%. Hagtøl, sum byggja á ein vøkstur í fólkatalinum uppá 5% um árið, vísa okkum, at barnatalið ikki fer at vaksa so nógv sum nú, nøkur ár fram yvir, tí duga vit ikki at skilja, hví aðrir flokkar eru so bangnir fyri at loysa barnaansingartørvin. Fyri Javnaðarflokkin er tað ein spurningur um vilja, vilja til at loysa tann mest átrokandi spurningin, sum er í kommununi í dag. Tað ræður bara um at raðfesta. Javnaðarflokkurin hevur valt at raðfesta børnini ovast. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Gera nýggjan foreldrabólk Føroya Felag móti Krabbameini fer seinni í mánaðinum at seta á stovn ein bólk fyri foreldur at børnum, sum hava ella hava havt krabbamein Krabbamein rakar eisini børn. Hvørt ár fáa eitt ella tvey føroysk børn staðfest krabbamein, og tað er fyri at stuðla foreldrum at hesum børnum, at vit nú gera hendan foreldrabólkin, sigur Jancy Gaardlykke, ráðgevandi sjúkrasystur hjá Krabbameinsfelagnum. Foreldrabólkurin skal hava samband við foreldrum at børnum, sum fáa staðfest krabbamein. Tað verður mett sum stór hjálp hjá hesum foreldrum, at tey kunnu venda sær til fólk, sum hava verið í somu støðu. Bólkurin fyri foreldur at børnum við krabbameini verður stovnaður á fundi á Hotel Hafnia 18. november klokkan 15.00. Tá fer Jes Diege frá danska krabbameinsfelagnum eisini at halda ein fyrilestur. Ozon í broyttum líki Norðurlandahúsini í Íslandi og Føroyum eru saman við grønlendska mentanarstovninum farin undir eina tíðindatænastu fyri ung á internetinum Í hesum døgum situr ein redaktión av ungum miðlafólkum í Norðurlandahúsinum og leggur tíðindi út á internetið frá fundinum hjá Norðurlendkska Unglinga Ráðnum og frá Norðurlandaráðsfundinum. Redaktiónin hevur sum endamál at greiða ungdómi í útnorði frá, hvat fyriferst í slíkum forum, hvørji mál verða viðgjørd, og hvat samband tey hava við ungdómin. Hetta arbeiðið er eitt framhald av Ozon verkætlanini, har ung í útnorði hittust at skriva eitt ungdómsblað, ið varð givið út Grønlandi, íslandi og Føroyum. Unglingaredaktiónin situr í løtuni í Norðurlandahúsinum í Reykjavík, men tíðindamaðurin og myndamaðurin eru í tíðindafólkahølunum í Hauskolabió, har Norðurlandaráðið kemur saman. Í redaktiónini eru Stefan í Skorini, sum vanliga starvast á Sosialinum, Knud Josefsen úr Grønlandi er myndamaður og Hlynur Magusson er web-master. Laufey H. Blaasvær stendur fyri verkætlanini. Tíðindini, ið verða send um www.ozon.net, verða filmsupptøkur, ið kunnu síggjast í Real-Player. Redaktiónin heitir á ung í útnorði um at senda hugskot og spurningar við telduposti á session@leitel.fo. Nøkur av teim málum Miðflokkurin fer at virka fyri at fáa kristnu sjónvarpsstøðina, Christian Channel, á Rás " tórs " havn. Jenis av Rana at skúlanæmingar frítt skulu kunna samlast til andaktir á skúlum sínu at orðið bíðilisti, til t.d. eldrarøkt og barnaansing, skjótt skal verða eitt ókent orð. at 100% ørðvísi skal verða prioritera ( raðfest) við skattakrónum borgarans. at landsstýrið skal verða noytt at lýsa eftir og seta skúlalækna. at eitt miðvíst býráðsarbeiði verður sett í verk at steðga rúsdrekka- og rúsevnisnýtslu. at býraðið aktivt fer til verka at fáa til vega betri umstøður fyri brekaðu og veiku okkara. at býráðið sær sum eina av uppgávum sínum at hjálpa til at fáa til vega grundøkir. p.s. ivast tú um hesi mál eru gjørlig, hugsa so um nærvørpini og umboðsmannin! Einki hendi í áravís uttan tos, og fá trúðu at nakað fór at henda! Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Vilja hava umbering frá Jørgen Niclasen Hann fer langt út um mark tá ið hann sigur, at vit seta trygdina á sjónum í vanda, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum Jørgen Niclasen eigur at koma við eini umbering. Vit halda, at hetta er so langt úti, at vit vilja ikki finna okkum í hesum. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum er í øðini inn á Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharra. Í Sosialinum leygardagin høvdu vit biðið fiskimálaráðharran um eina viðmerking til ósemjuna, sum nú hevur ført við sær, at nýggja Vaktarskipið hevur ligið við bryggju í Noregi í meiri enn tvær vikur, uttan at sleppa í sigling. Fiskimálaráðharrin helt, at fakfeløgini vóru órímiligt, tá ið tey kravdu 30-40% í læønarhæking í einum. Men tað, sum serliga er fallið formanninum í Starvsmannafelagnum fyri bróstið, er, at Jørgen Niclasen samstundis helt, at hetta var at seta trygdina á sjónum upp á spæl, tí so leingi Brimil ikki sleppur at sigla, koma vit at mangla eitt skip, um nakað skuldi borist á. Við hesum orðunum gevur hann fakfeløgunum skyldina fyri, at tað ikki enn hevur borið til at fáa semju um lønirnar hjá manningini á Brimli. Og samstundis er hetta at geva fakfeløgunum skyldina fyri, at vit ikki eru nógv væl fyri at fara undir eitt bjargingararbeiði, sum nakað skuldi borist á. Gunnleivur Dalsgarð heldur, at hetta er ómetaliga langt úti. Eg kann bara svara fyri Starvsmannafelagið. Og eftir okkara tykki eru hetta so grovar skuldsetingar, at vit eiga at fáa eina umbering frá landsstýrismanninum, tí hesum finna vit okkum rætt og slætt ikki í, sigur formaðurin. Hann sigur, at Starvsmannafelagið er í eini samráðing sambært teirri avtalu, sum longu er í sáttmálanum, men at tær samráðingarnar eru ikki lidnar enn. Men tað eru tveir partar í eini samráðing og tað áliggur ikki bara tí eina partinum at finna eina semju. Gunnleivur Dalsgarð sigur, at Jørgen Niclasen kundi einsvæl vent sær til starvsfelagaðan hjá sær, s, Karsten Hansen, sum førir samráðingarnar fyri landsstýrið, og álagt honum at syrgt fyri at samráðingarnar førdu til eitt úrslit. Eg kann aldrin trúgva, at tað so vatntætt skott ímillum teir ymsu partarnar í landsstýrinum, at landsstýrismenninir ikki tosa saman. Og tá ið Jørgen Niclasen hevur ábyrgdina av Brimli, áttti hann eisini at tikið ítøkilig stig til at loysa ósemjuna, heldur enn at koma við so einvísum og grovum skuldsetingum ímóti fakfeløgunum, sum tað her er talan um, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hann vísir á, at Starvsmannafelagið hevur altíð víst ábyrgd. Hann minnir m.a. á, at tá í verkfall var á vári í fjør, var Vaktar-og Bjargingarfelagið undantikið, tí várrróðurin var fyri og vit hildu, at tað var ábyrgdarleyst at leggja Tjaldrið lamið. Jóannes Eidesgaard - joannese@post.olivant.fo Ofta etur hundur tað, hann havnar Landsstýrið ruddaði allar yvirskriftir í gjár, tá teir á tíðindafundi boðaðu frá, hvussu nýggja sjálvstýristilgongdin fór at verða tilrættaløgd. Lat meg byrja við at siga, at tað gleðiliga í øllum i hesum politiska hurlivasa, sum var í gjár, var, at sjálvstýrislandsstýrið nú hevur slept ætlanini um at skipa Føroyar sum eitt fullveldi her og nú. Jóannes Eidesgaard formaður Javnaðarfloksins Landsstýrið, sum bert hevur verið samt um hetta einstaka málið, og sum hevur brúkt alla sína orku og alla orkuna í embætisverkinum umframt ein hóp av pengum til júst hesa einstøku ætlan, hevur nú kúvent. Og sjálvandi mugu vit sum andstøða, sum hevur ávara ímóti hesi gongd, frøast um, at menn eru vorðnir tað klókari. Men løgið kann tað vera í politikki. Zakarias Wang kallaði dagin 26 okt., tá seinastu samráðingranar vóru, fyri ein søguligan dag. Tað er so hansara meting, men mær lysti at vitað, hvussu nógvir tjóðveldismenn fara at siga, at dagurin í gjár var søguligur. Politiskt var hann søguligur, tí tað var henda dagin, at vit fingu tveir nýggjar heimastýrisflokkar, sum nú í 52 ár ikki hava vilja vitað av hesi "ólukku" heimastýrislóg. Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava nú lyft heimastýrislógina uppaftur til "æru og verdigheit". Teir hava sett sær sum mál at fullfíggja hesa lóggávu, sum teir í hálva øld hava lastað undir sand og øsku. Í hesum sambandi fari eg at ynskja Sjálvstýrisflokkinum tillukku við hesi loysnini. Sjálvstýrisflokkurin stendur sum tann stóri sigursharrin eftir hesa samgongukreppu, tí tað er nú stig fyri stig politikkurin frá 1906, sum hevur sigrað. Sokallaðu sjálvstýrisflokkarnir hava havt fyri vana at flent at hesum politikki, tí hann bar ongantíð á mál, men í gjár var tað júst tann politikkurin, sum teir allir hava tikið til sín. Eg kann lítið ætlað, hvussu glaður gamli Alf Ross hevði verið, um hann hevði livað. Tað var jú hann, sum fyri 52 árum síðani smíðaði heimastýrislógina, sum nú er vorðin krumtappurin í føroyskum sjálvstýrispolitikki. Og henda "delegatiónin", t.v.s. møguleikin hjá donskum myndugleikum at leggja seg út í føroysk viðurskifti, hann verður so partur av okkara politiska gerandisdegi í minsta lagi komandi 20 árini. Fyri nøkrum fáum døgum síðani hoyrdu vit mentamálaráðharran siga við buldur og brak, at tað kom ikki upp á tal, at fólkakirkjan skuldi yvirtakast eftir heimastýrislógini, nei hon skuldi gerast føroyskt við fullveldinum. Mær lysti at vitað, hvat sami maður sigur í dag? Og hvussu ofta hevur ikki landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, sum nú má fáa heitið landsstýrismaður í heimastýrislógini, ikki sagt, at hatta uppskotið um sjálvstýrislóg, sum Javnaðarflokkuirn hevur, er bert heimastýrislógin enn einaferð. Tað er sjálvstýrislógin sjálvandi ikki, men uppskot landsstýrisins er so sanniliga nú bert sjálv heimastýrislógin. Men tað var fyri okkum í Javnaðarflokkinum ein sonn frøi at hoyra, at henda sjálvstýrissamgonga, sum um hon nú hevðu uppfunnið djúpa tallerkin fyri minst aðru ferð, boðaði frá teimum møguleikum, sum liggja í at tøma gomlu heimastýrislógina. Men hesin møguleiki hevur verið til síðan 1948, og tað er so avgjørt einki nýtt í tí. P. M. Dam seði fyri 52 árum síðani, at heimastýrislógon gekk heilt at loysingini, og nú fáa vit sama boðaskap frá landsstýrinum. Ja, mangt er løgið í politikki, tað er so tað. Men vit mugu so eisini staðfesta, at ofta etur hundur tað, hann havnar. Ársins DJ-kapping Tíðindaskriv Leygarkvøldið 28. okt. varð fyrsta innleiðandi umfarið í kappingini ÁRSINS DJ 2001 hildið í Badmintonhøllini í Havn. Tríggir luttakarar vóru við í hesum umfarinum: Ottar Skottar, Brynjálvur og DJ Estevez. Eftir at hesir høvdu víst kynstur síni á pallinum, var atkvøðugreiðsla millum áskoðaranar. Hesar atkvøður vóru lagdar atfurat teimum hjá dómarunum. Dómararnir kundu gevu upp til 100 stig til hvønn luttakara: upp til 25 stig fyri ljóðstýring, upp til 25 stig fyri tónleikaval og ljóðbland, upp til 25 stig fyri mikrofon/framførslu og upp til 25 stig fyri heildina. Atkvøðurnar frá áskoðarunum vóru umroknaðar til hesa stigskipan og taldu sum ein dómari, umframt atkvøðurnar frá teim fýra dómarum. Tá avtornaði var greitt, at DJ Estevez gjørdist nr 1, Ottar Skottar nr 2 og Brynjálvur nr 3. Sostatt skulu DJ Estevez og Ottar Skottar umboða Streymoynna í finaluni um Ársins DJ 2001. Næsta umfar í kappingini varð í Bygdarhúsinum á Strondum nú leygarkvøldið. Hini innleiðandi umførini verða: Lognbrá 11. nov, Miðvágur 18. nov og TB-Húsið 25. nov. Finalan um Ársins DJ 2001 verður í Badmintonhøllini í Havn um mánaðarskiftið jan./feb. 2001. Enn er møguleiki at boða frá luttøku í kappingini á tlf 322300, 225162, ella send ein e-mail til: djshow@mail.com Rúnar Reistrup Stríðið um statirnar Tað av amerikansku forsetavalevnunum, ið fær flest atkvøður í dag er ikki sjálvskrivað til forsetaembætið av teirri orsøk. Tí forsetavalið verður ikki avgjørt av samlaða atkvøðutalinum fyri alt landið. Tað sum er avgerandi er hvør fær flest atkvøður í teimum størru statunum Amerikanska forsetavalið Rúnar Reistrup Demokrati fæst í nógvum ymiskum útgávum og ein av teimum meira merkisverdu er tann demokratiska valskipanin, sum amerikanski forsetin verður valdur eftir. Tað ræður nevniliga ikki um at fáa størsta partin av landsins atkvøðunum, men heldur um at fáa sínar atkvøður á rætta stað. Hvør av teimum 50 amerikansku statunum er eitt valdømi fyri seg, og tað er líkamikið fyri samlaða valúrslitið, um eitt valevni vinnur stórt í einum stati, ella bara vinnur við einum evarska lítlum meiriluta. Tað einasta sum umræður er hvør >>vinnur statin<<, tí vinnarin fær allar atkvøðurnar í hesum stati. Av tí at fólkatalið í teimum ymsu statunum er ymiskt, er tað eisini sera ymiskt hvussu nógv ein vunnin statur telur í samlaða úrslitinum. Til dømis telur ein sigur í fólkaríkasta statinum, Kalifornia, 18 ferðir so nógv sum ein sigur í Alaska, sum er ein tann fólkafátækasti staturin í landinum. Ikki beinleiðis valdir Hvussu stóra ávirkan teir ymsu statirnir hava á samlaða valúrslitið fyri alt landið hongur saman við hvussu nógvar sonevndir valmannsatkvøður staturin hevur. Valmenninir eru teir, sum í roynd og veru velja forsetan. Formelt sæð velja amerikansku veljararnir nevniliga ikki forsetan beinleiðis. Teir atkvøða hinvegin fyri valmonnum, ið eru knýttir at velevnunum. Hesir hittast síðan og velja forsetan. Tað sum ger úrslitini í hvørjum stati sær so týðandi er, at vinnarin av valinum í einum stati vinnur allar valmannsatkvøðurnar í viðkomandi stati. Tað er altso alt ella einki, ið valevnini fáa burturúr einum stati, og tað er tí líkamikið um eitt valevni vinnur við stórum ella lítlum meiriluta í statinum. Gomul skipan Skipanin við valmonnum kom í síni tíð í gildi fyri at fólkið ikki skuldi velja forsetan beinleiðis, men at forsetin heldur skuldi veljast av politiskt kvalifiseraðum valmonnunum. Skipanin var ein millumloysn í táverandi ósemjuni um forsetin átti at veljast beinleiðis av fólkinum, ella um Kongressin skuldi velja forsetan. Men hetta var í sjálvari føðitíðini hjá amerikanska demokratinum, og nú hava valmenninir so at siga bert formellan týdning. Teir kunnu í prinsippinum atkvøða sum teir sjálvir halda vera rætt, men tað er vanlig mannagongd at teir atkvøða fyri tí forsetavalevni, sum hevur vunnið statin. Samanlagt verða valdir 538 valmenn, sum fara at koma saman 18. desember at atkvøða um hvør skal vera komandi forseti. Nógv avgjørt frammanundan Hvussu nógvar valmenn hvør statur skal velja er fastsett av fólkatalinum í statinum. Størsti staturin velur 54 valmenn meðan minstu statirnir velja tríggjar. Tá tað sum nevnt bert ræður um hjá forsetavalevnunum at tryggja sær meirlutan í einum stati, uttan mun til atkvøðubýtið annars, eru tað sum vera man statir, har úrslitið er kent frammanundan valinum. Teir statirnir har ein stórur meirluti søguliga hellir til annaðhvørt republikanararnar ella demokratarnar verða tískil roknaðir sum vunnir ella taptir longu áðrenn valstríðið yvirhøvur fer i gongd, og meiningakanningar geva tíðliga valevnunum eitt prei um hvar tað best loysir seg at brúka sínar kreftir í valstríðnum. Teir statirnir, har úrslitið soleiðis er avgjørt frammanundan valinum, síggja tí ongantíð nakað serligt til valstríðið og als einki til valevnini, sum ístaðin brúka sína tíð í statum, har tætt er ímillum meirluta og minniluta. Eystur og vestur Undan valinum í dag verður mett, at George Bush longu hevur tryggjað sær 217 valmannsatkvøður, meðan Al Gore undan valinum kann vera rættiliga vísur í 215 atkvøðum. Tað roknistykki vísir at 106 valmansatkvøður verða metar at kunna fara báðar vegir. Í teimum flestu av teimum fólkaríkastu statunum er lítil ivi um hvør verður sigursharri. Republikanararnir eiga traditionelt Texas við sínum 32 valmansatkvøðum og teir flestu av heldur fólkatalsfátæku men talríku statunum í miðjara og vestara parti av landinum. Demokratarnir plaga vanliga at kunna rokna við teimum báðum fólkaríkastu statunum Kalifornia og New York og annars øllum statunum á norðaru eysturstrondini. Men orsakað av at størsti outsidarin í forsetavalinum hesaferð, Ralph Nader frá teimum Grønu hevur fingið nógvar stuðlar millum demokratarnar í Kalifornia, er sigurin hjá demokratunum í hesum fólkaríkasta statinum komin í vanda. Við sínum 54 valmansatkvøðum merkir ein republikanskur sigur í statinum at Bush vinnur tað, ið mest líkist einum stórsigri í forsetavalinum, og av tí sama er tað í Kalifornia at tað størsta valstríðið hevur verið í vikunum undan valdegnum. 270 er loyniorðið Tað gylta talið av valmansatkvøðum ið krevjast fyri at vinna forsetavalið er 270. Úrslitið kann gerast javnt 268-268, og tá er tað Kongressin, ið skal velja forsetan. Hetta er tó ongantíð hent enn í amerikanskari valsøgu. Við valmannsskipanini er greitt, at tað teoretiskt ber einum valevni til at tapa forsetavalið, hóast viðkomandi samanlagt fær flest atkvøður. Og tað er eisini hent, men tað eru yvir hundrað ár síðan. Rúnar Reistrup Tað verður helst Bush Hóast tað fyri stuttum kom fram at hann hevði koyrt fullur fyri 24 árum síðan, og hóast varaforsetin Al Gore fyrr í ár sá út til at fáa lætt spæl í valstríðnum, so er tað George W. Bush sum má roknast sum favorittur á valdegnum Amerikanska forsetavalið Rúnar Reistrup Í gjár, dagin undan degnum tá amerikanarar fara til valstøðini at atkvøða um hvør skal vera heimsins valdríkasti politikari komandi fýra árini, lá republikanarin George W. Bush framvegis á odda í meiningakanningunum, eins og hann hevur gjørt allan hendan farna mánaðin. Tí bendir nógv á, at tað verður Bush, sum fær flestu atkvøðurnar í dag, meðan varaforsetin Al Gore má viðurkenna, at hann hevur mist tað, sum fyrr í ár líktist einum løttum sigri, á gólvið í sjálvum valstríðnum. Eydnan hjá Gore vendi rættiliga í teimum trimum sjónvarpshólmgongunum, sum Bush og Gore høvdu í oktober mánaði. Eftir ta fyrstu av teimum trimum hólmgongunum vendist fólkaviljin, og Bush sá fyri fyrstu ferð út til at fara at fáa flestu atkvøðurnar. Og eftir báðar tær seinnu hólmgongurnar vaks undirtøkan fyri Bush enn meira. Síðan síðstu sjónvarpshólmgonguna hevur republikanska forsetavalevnið havt eina leiðslu á millum trý og seks prosent í øllum meiningakanngunum, og tí er tað sannlíkt at hann vinnur sigur á valinum í dag. Triðja forsetavalevnið Men eitt eru meiningakanningar og eitt annað er hvat fólk veruliga velja, tá tey fara til valstøðini. Og her er tað serliga Al Gore, sum vónar at ein partur av veljarunum broytir hugsan í síðstu løtu. Teir veljararnir, ið Gore enn hevur ein møguleika at fáa hendur á, skulu finnast millum tey 5 prosentini av veljarunum, ið siga seg ætla at atkvøða fyri forsetavalevninum hjá teimum Grønu, Ralph Nader. Nader verður roknaður sum jokarin í valinum. Hann er tann størsti trupulleikin hjá demokratiska valevninum, tí so at siga allar tær atkvøður, sum hann stendur til at fáa á valinum koma frá veljarum, ið eru farnir frá demokratunum yvir til teir Grønu. Tað fjórða valevnið, sum stillar upp til forsetavalið, Pat Buchanan, tekur atkvøður frá republikanarunum. Men Nader er væl betur umtóktur enn Buchanan og dregur nógv fleiri atkvøður til sín. Ralph Nader hevur verið forsetavalevni hjá teimum grønu fleiri ferðir fyrr, men ongantíð hevur hann fingið so stóra undirtøku sum nú. Hetta hevur sett Al Gore í vanda fyri at tapa til republikanska valevnið, Bush, í teimum statum, sum søguliga hava tað við at fella til fyrimuns há demokratunum. Seinastu dagarnar í valstríðnum hevur Gore heitt á stuðlarnar hjá teimum Grønu um at hava í huga, at ein atkvøða fyri Nader í veruleikanum telur sum ein atkvøða fyri Bush. Og tað verður mett at ein partur av teimum, ið siga seg fara atkvøða fyri Nader, fara at hava hetta í huga tá krossurin skal setast. Lyklastatir eru upp á spæl At landsumfatandi meiningakanningarnar geva Bush størstu undirtøkuna undan valinum gevur tó ikki nakra heilt greiða mynd av, hvussu sjálvt úrslitið verður eftir valið í dag. Tað er nevniliga ikki landsumfatandi atkvøðutalið sum avger hvør er sigursharri, men hinvegin úrslitini í hvørjum av teimum 50 statunum. (Les meira um valskipanina í greinini >>Stríðið um statirnar<<) Og ein dag undan valinum var millum annað ómøguligt at siga, hvør fór at vinna í teimum báðum fólkaríku og harvið eisini umráðandi statunum Pennsylvania og Michigan. Tí er einki avgjørt undan valinum, hóast tað ikki ber til at síggja burtur frá, at George W. Bush leingi hevur havt leiðsluna í meiningakanningunum og tískil eisini má metast sum favorittur til valsigurin. Bumban, sum fall í valstríðnum fríggjanáttina, tá ein lítil sjónvarpsstøð í Portland í statinum Maine avdúkaði, at republikanska valevnið fyri 24 árum síðan varð tikin fyri at koyra við kenning, sær ikki út til at hava ávirkað undirtøkuna fyri Bush stórliga. Tað var annars væntandi at veljararnir fóru at ávirkast nógv av, at hendan leivdin frá heldur villu fortíðini hjá Bush kom fram í ljósið. Bush hevur nevniliga gjørt tað til eitt av sínum veljaralyftum at >>rudda upp<< í tí moralska forfallinum í Hvítu Húsunum, sum hann leggur Clinton undir at hava staðið fyri. Eftir øllum at døma er tað illgrunin um at demokratarnir standa aftan fyri avdúkingina av promillukoyringini og hava brúkt tíðindini sum eitt skitið amboð í seinastu døgunum undan valinum, ið hevur fingið Bush heilskapaðan burturúr hendingini. Rúnar Reistrup Hvat ætla teir Ein ógvuliga stórur partur av amerikansku veljarunum heldur tað vera meira umráðandi hvør forsetin er, enn úr hvørum flokki hann kemur. Og av tí sama snýr valstríðið seg fyrst og fremst um trúðvirðið hjá valevnunum. Men har er stórur munur á hvørjar hugsjónir liggja aftan fyri teir báðar menninar, ið hava møguleika at vinna valið Amerikanska forsetavalið Rúnar Reistrup Amerikanska forsetavalstríðið hevur snúð seg lítið um konkret politisk mál, men nógv um persónar. Tí hevur tað verið torført at síggja munin millum tann politikk sum Al Gore ætlar at føra og ta kós, sum George W. Bush hevur stungið út í kortið. Hvørki av valevnunum er serliga víðgongt í sínum politikki, men hóast George W. Bush á nógvum økjum standur nær miðjuni í politiska spektrinum og kanska er minni víðgongdur enn nakað republikanskt forsetavalevni undan honum, so er tað kortini hann, ið stendur fyri teimum hugsjónunum, sum londunum her í Vestureuropa ikki hóvar so væl. Vinnur Al Gore valið fer hann at halda fram við nøkulunda sama politkki sum Bill Clinton hevur rikið farnu átta árini. Vinnur George W. Bush hinvegin, so er greitt at tað fara nakrar høgrasnaringar fram innanríkistpolitiskt, og uttanríkispolitiskt fer USA at spæla ein nakað øðrvísi leiklut enn heimsins valdríkasta tjóð higartil hevur gjørt. Út úr Kosovo Tað sum europearar kanska fara at merkja mest til í fyrsta umfari, um amerikanski forsetin komandi fýra árini fer at eita George W. Bush, er ætlanin hjá republikanaranum at vera meira sparin við at senda herin út til heimsins brennideplar. Sambært Bush skal herurin bert setast inn har, sum USA hevur beinleiðis startegisk ella fíggjarlig áhugamál í klemmu. Tað hevur ófriðurin á Balkan ikki í hugaheiminum hjá George W. Bush og tí hevur hann lovað, at eitt tað fyrsta hann fer at gera er at taka allar amerikanskar hermenn á Balkan heim. Al Gore hevur hinvegin sagt seg vilja halda fram at senda herin koma inn í ófriðarrakt øki, av humaniterum orsøkum, og ætlar ikki at taka amerikansku hermenninar av Balkan í verandi løtu. George W. Bush ætlar eisini at herða amerikansku kósina mótvegis Russlandi og Irak. Diplomatiska kósin mótvegis Russlandi skal herðast og landið skal sambært Bush ikki longur fáa lán úr Altjóða Gjaldoyrisgrunninum. Hetta skal vera ein revsing fyri kríggið í Tjetjenia. Bush er eisini fortalari fyri at økja um stuðulin til andstøðuna í Irak, meðan handilsbannið skal herðast. Bush og Gore eru báðir samdir um at halda fram við tí 40 ára langa handilsbanninum ímóti Kuba, men eru annars sera ósamdir í uttanríkispolitiskum málum. Fyri og ímóti fosturtøku Í teimum meira eldfimu málunum sum forsturtøku, vápnalóg og rættindini hjá samkyndum og øðrum minnilutum er eisini langt ímillum áskoðanirnar hjá Gore og Bush. Republikanska forsetavalevnið er ímóti fosturtøku í øðrum førum enn eftir neyðtøku, blóðskemd ella fyri at bjarga lívinum á møðurum. Al Gore stuðlar fríari fosturtøku. Al Gore vil sleppa av við forboðið ímóti at samkynd kunnu koma inn í amerikanska herin. Bush stuðlar forboðnum. Báðir eru ímóti hjúnarløgum millum samkynd. Al Gore er fortalari fyri at seta skipanir í verk, ið skulu geva etniskum minnilutum sersømdir millum annað í útbúgvingarverkinum. Hesum er Bush ímóti. Bill Clinton hevur í síni tíð sum forseti sett nakrar lógir í verk fyri at tálma útbreiðsluni av hondvápnum millum vanligar borgarar. Al Gore ynskir at fleiri avmarkingar í rættinum at hava hondvápn, meðan Bush ætlar at virka fyri at lógirnar, sum vórðu viðtiknar undir Clinton verða settar úr gildi. Útsetið fólkaatkvøðu til eftir valið Hóast teir tríggir landsstýrisflokkarnir í farnu viku komu ásamt um eina sokallaða orðing til eitt slag av nýggjum samgonguskjali, so eru longu ábendingar um, at umrødda seming bert er ein neyðsemja, um tað í heila tikið er nøkur semja yvirhøvur. Formaður Tjóðveldisfloksins fer longu dagin eftir umrøddu semju út við einum skrivi, sum umboðini fyri hinar samgonguflokkarnar vísa frá sær. Tjóðveldisflokkurin, sum hevur fingið púra greið boð frá løgmanni, um framtíðar gongdina, roynir sjálvandi at geva út nøkur signal til veljararnar, sum skulu vísa, at hann hevur ikki slept øllum fullveldismálinum uppá fjall. Tí roynir formaður floksins við brævi sínum, ið hann kallar "Ein endalig fullveldisætlan" at vísa aftur, at talan er um stig fyri stig politik men at tað snýr seg harafturímóti um eina endaliga avrigging, har vit hava fullveldi frá 2006. Løgmaður er skjótur at gera vart við seg og vísir hesum aftur. Tað verður ikki talan um at áseta eitt ávíst áramál nú. Hetta er nakað, sum landsstýrið skal finna fram til og í blaðnum í dag ger formaðurin í Fólkaflokkinum vart við, at talan eins væl kann vera um fimtan ár sum tey seks árini, ið Tjóðveldisflokkurin nú roynir at stinga út í kortið. Hvussu flokkarnir í landsstýrinum enn keglast, so er tó greitt, at tað er neyvan rætt at skipa fyri eini fólkaatkvøðu, sum skal seta eina nýggja kós út í kortið fyri øll framtíðar landsstýri og føroyingar, bert eitt ár undan einum løgtingsvali. Tá líkist tað meira eini valpolitiskari skrá. Slíkt er púra óhoyrt og vildi ikki komið fyri nakra aðrastaðni. Partapolitikkur er hetta so avgjørt, so kann formaðurin Tjóðveldisfloksins látast sum at talan er um nakað annað. Ein fólkaatkvøða skal líkasum hjálpa landsstýrinum burtur úr teimum trupulleikum tað er komið í. Hon skal leggja roykslør yvir egna ómegd. Eftir okkara tykki er ein slík fólkaatkvøða eitt alt ov alvorligt og týðandi mál til bara at verða misbrúkt til flokspolitiska valpropagandu undan einum løgtingsvali. Fyri Tjóðveldisflokkin hevur tað alt at siga at kunna verða sitandi í Tinganesi alt skeiðið út, og tí vil hann góðtaka nærum alt, sum Fólkaflokkurin krevur. Løgmaður, sum mong hava hildið, hevur verið í so eftirgevandi fyri Tjóðveldisflokkinum, hevur brádliga hálsað um og hevur gjørt Tjóðveldinum púra greitt, at tekur hann ikki undir við eini breiðari semju, sum er meira í tráð við tað, sum andstøðan eisini hevur ført fram, so hevur hann einki at gera í Tinganesi. Tá kundi verið spurt, um ikki løgmaður átti at sæð skriftina á vegginum og skift út Tjóðveldisflokkin við andstøðuflokk/ar! Tað fer helst at verða neyðugt, um Tjóðveldið fer at seta ov stór krøv til áramál. Sosialurin Nøvn í vikuni Í dag verður Knút Háberg í Havn 80 ár. Knút er kendur sum sparikassastjóri og sum tónleikari og sangari - serliga sum orgulspælari í Ebenezer í Havn. Knút Háberg 80 Knút er havnarmaður, føddur og uppvaksin niðri í Bø. Foreldur hansara vóru Poli Joensen, skómakari ættaður av Trøllanesi og uppvaksin á Selatrað, og Malla Petersen, dóttir Knút skómakaran, sum var ættaður úr Funningi. Knút tók realprógv í Havn í 1938. Hann ætlaði sær á studentaskúla, men ráðini vóru ikki til tað. Hann fór tí í handilin hjá Jóannesi Lambaa at arbeiða, fyrst sum krambakallur, seinni á skrivstovuni. Hann var eitt skifti á prentsmiðjuni hjá Dimmalætting, og eitt skifti undir krígnum var hann á Skála Skipasmiðju. Í 1942 fór Knút at starvast hjá Sorinskrivaranum sum rætsskrivari. Í 1946 kom Knút í Sparikassan, fyrst sum assistentur, seinni sum bókhaldari. Í 1968 verður Knút Háberg stjóri saman við Johan K. Joensen. Í 1986 verður Knút fyrisitingarstjóri í Føroya Sparikassa. Hann leggur frá sær í 1989 Hevur fingið nokk Bygdaráðsformaðurin í Hovi, Ásbjørn Berg, er ein av teimum, sum nú hava fingið nokk av kommunalpolitikki, í hvussu so er í fyrstu syftu. Hann hevur gjørt av ikki at stilla upp aftur til bygdarráðsvalið 21. november. Ásbjørn Berg er eisini komin hartil, at hann hevur loyvi at sýta fyri at stilla upp, tí hann hevur longu sitið í bygdaráðnum í tríggjar setur. Hann varð fyrstu ferð valdur í bygdaráðið í 1982 og sat til í 1986. Setuna 1986-1990 var hann ikki í bygdarráðnum, tí tá stillaði hann ikki upp. Men í 1990 varð hann aftur á listanum og síðani hevur hann verið í bygdraráðnum. Fyrstu setuna hann sat, var hann næstformaður í bygdarráðnum, men hesar báðu seinastu seturnar hevur hann verið formaður. Hetta hava verið stríggin ár í bygdaráðnum, tí Hov hevur verið merkt av fráflyting. Ein stórur partur av arbeiðsorkuni er farin at dragast við skuld, so útyvir tað, hava ráðini bara verið til tað allarmest neyðuga. Skuldin hjá Hovs Kommunu er nú um fimm milliónir og tað svarar til hálva triðju álíkning. Ein skipari fer í land Týsdagurin 31 oktober var seinasti arbeiðsdagurin hjá Sólvit Simonson á Sandi, sum skipari umborð á lítla strandferðsluskipinum "Sildberanum". Heimansandsmaðurin Sólvit fylti 67 ár 22. oktober í ár, og so sigur lógin, at tíð er at leggja frá sær og lata yngri koma til. Í sinni og sál haltar Sólvit aftaná likamliga aldrinum og var tað ikki hendan veikans lóg um pensiónsaldur, so hevði Sólvit ivaleyst siglt fleiri ár afturat yvir um Skúvoyarfjørð. Ella sum konan tekur til. "Sólvit er so lívligur og lættur í sinni, at hann fer neyvan at keða seg, nú hann er vorðin pensioneraður. " Í skrivandi løtu stendur Sólvit og saltar skinn. Ikki er hann stórur jarðardrottur á Sandi, men sonurin eigur eina trøð og hann hjálpir honum. Og man ikki prátið ganga lystiliga, meðan meðan ódovnaðu salttirnurnar regna niður yvir vátu skinnini. Sólvit hevur siglt Skopunnarfjørð túsundtalsferðir síðan hann mynstraði umborð á spildurnýggja "Sildberanum". Hetta skip, íð varð bygdur á Tvøroyri fyri 21 árum síðan, skræddaraseymað til teinin millum Úti í Støð á Sandi og bygdina Skúvoy. Mangt prátið er farið fram á hesum túrum og manga lagnuna hevur hann eygleitt. Nú er hetta skeiðið av og nýggjar avbjóðingar liggja fyri framman. Sólvit er ein virkin borgari, eisini í samfelagskjakinum. Hann situr ikki hendur í favn heima á Sandi, meðan politikkararnir stýra landinum av leið. Nei, hann trívir javnan í pennin, brýtur stiftina einar fýra fimm ferðir, áðrenn hvíta pappírið litast svart við rámum viðmerkingum, ið koma frá hjartanum, styðjaðar av einum heitum kærleika til landið, sum hann er ein virkin partur av. je Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Eiði III tikið í nýtslu Annað stigið í vatnorkuútbyggingini hjá SEV norðuri i Eysturoynni varð tikið í nýtslu leygardagin Elfelagið SEV økir um vatnorkuna. Leygardagin var Eiði III verkætlanini tikin í nýtslu. Vatnið eystantil á Norðureysturoynni fer nú í Eiðisvatn. Tað verður leitt gjøgnum tunnlar, sum boraðir eru gjøgnum oynna. Talan er um økið frá Vesturdalsá og norður eftir við vestara armi á Funningsfirði. Leygardagin lat umboðsnevndarformaðurin hjá SEV inntakið í Versturdalsá upp, og harvið varð Eiði III verkætlanini alment tikin í nýtslu. Hátíðarhaldið í samband við at verkætlanin varð tikin í nýtslu byrjaði við umboðsnevndarfundi á Eiði leygardagin. Á fundinum varð millum annað sagt frá ætlanini, áðrenn farið varð við bili inn Millum Fjarða. Tyrlan hjá Atlantsflog fleyg síðan fólkið niðan til vatninntakið í Vesturdalsá, har umboðsnevndarformaðurin beindi vatnið í tunnilin, sum nú leiðir tað í Eiðisvatn, haðani tað aftur gjøgnum turbinuna niðri í Barmi verður til elektriskan streym. Eftir at vatnið varð tikið úr Vesturdalsá, varð samkoma fyri innbodnum í Runavík. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Stór umbygging í Vík Felagshúsið hjá Haldarsvíkar Avhaldsfelag verður bygt um, so tað ikki verður at kenna aftur Bygdartíðindi Haldarsvík: Avhaldshúsið í Vík, sum er 65 ára gamalt og ikki tíðarhóskandi, verður nú umvælt frá grundini, so víkarfólk fáa eitt spildurnýtt felagshús, tá arbeiðið er liðugt. Felagshúsið hjá Haldarsvíkar Avhaldsfelag varð tikið í brúk í januar 1935. Tað varð bygt við tí tilfari, sum tá var at fáa, og eitt nú bjálving varð als ikki hugsað um. Paulivar Johansen, formaður í Haldarsvíkar Avhaldsfelag, sigur, at í dag var støðan vorðin tann, at tað varð alt ov dýrt at hita húsið. Oljan fór beinleiðis út í luftina, og tað bar ikki til. Tí varð farið undir hesa stóru umvælingina, sum í høvuðsheitinum fatar um bjálving innan, nýggj vindeygu og nýggjan klædning uttan. So tá liðugt er, sigur Paulivar Johansen, verður húsið fullkomiliga broytt. Avhaldshúsið er einasta samkomuhús, sum er í Vik, og tað verður dúgliga brúkt, sigur Paulivar Johansen. Har verða øll tiltøk í bygdini hildin. Alt frá dansi til sunnudagsskúla og kristilig møti. Tað er eisini komið fyri, sigur formaðurin, at lík er borið út úr Avhaldshúsinum. Tað var ein gamal maður, sum doyði, meðan kirkjan varð umvæld. Hann hevði sína tíð verið trúgvur limur í Avhaldsfelagnum, so hann fór til gravar frá sínum egna, um til ber at siga so. Paulivar Johansen sigur, at høvuðsorsøkin til umvælingina nú, sum sagt var tann stóra oljunýtslan. Millum útveggirnar og panelið er einki. Í erva er ein takpláta millum hallarhválvið og himmalhválvið, so har var ikki so nógv annað at gera. Í fyrsta umfarið er valt at taka ovaru hæddina. Veggirnir eru tiknir niður, og vindeyguni eru skift. Nógv vindeygu vóru eisini, og øll høvdu tey einkultar rútar, so har var heldur eingin bjálving í. Nú eru færri vindeygu sett í, samstundis, sum bjálvað verður, og klædningurin skiftur uttan. Klædningur og vindeygu eru úr plastikki, sigur formaðurin. Bogaða hválvið verður nú at síggja um alla høllina. Tá húsið varð longt í 1966, varð nýggja loftið gjørt slætt, sigur formaðurin. Men tað sær einki vakurt út, so nú skal >>ordiligt<< loft gerast um allan salin. Í niðaru høllini, har dansað plagar at vera, verður bara niðara síða tikin í fyrsta umfari. Tað kemst av, at har eru vindeyguni, og so kundi tað sama alt gerast bara beinanveg. Restin verður so gjørt, tá ovara hæddin er liðug, ella beinanveg, fíggjarligur møguleikarnir eru. Ikki tí, sigur Paulivar Johansen, formaður í Haldarsvíkar Avhaldsfelag. Tilarið var í sera góðum standi. Tað sást ikki rot á økrum spreki. Men sum rímiligt er, vóru slitmerki á. Eisini skal øll el-installatiónin skiftast. Ikki tí, at tað beinleiðis var neyðugt, sigur formaðurin. Men meira tí, at so kann sleppast undan at koma aftur um aftur, tí talan er jú um gamla innlegging, sum eisini kann fara. Arbeiðið við at taka niður, verður gjørt sjálvboðið, meðan fakfólk er til at gera aftur. Klæða og bjálva. Arbeitt er soleiðis, at tikið er niður, so smiðurin kann bjálva innan, tá veður ikki er at arbeiða úti. Ætlanin er, at arbeiðið skal vera liðugt til jólar. Tað kostar sjálvandi nakað væl at gera eina slíka umbygging. Hvussu nógv hevur formaðurin ikki nágreiniligt tal fyri beint í løtuni. Men felagið eigur nakað av pengum. Stuðlarnir hava verið góðir, og tey ætla at arbeiðið skal gerast liðugt, helst uttan at taka lán. Sum dømi um, hvussu góðan stuðul húsið fær í sóknini, nevnir formaðurin, at í summar var basarur í Vík. Inntøkan var umleið 150.000,- krónur, og bara 10% fóru av aftur til útreiðslur. Til dømis fekk felagið 13 lomb fyri einki at luta burtur. Hann nevnir eisini, at í grannabygini Tjørnuvík, sum eisini hevur egið bygdarhús, var so vítt hann veit hvørt einasta hús, sum stuðlaði Avhaldshúsinum í Vík við gávum. Húsið verður nógv broytt, og tað eru tey sum halda, at gamli hugnin við húsinum verður burtur. Men tað eru fólk, sum ikki búgva í Vík meira, sigur formaðurin. Nostalgi nevna vit tað. Í Vík er eingin, sum ikki fegnast um tað, sum nú verður gjørt. Onkur spísk viðmerking er tó. Hendan dagin, Sosialurin vitjað í Avhaldshúsinum, helt ein víkarmaður, sum komin var inn á gólvið, meðan smiðurin bjálvaði, at: >>Nú missir Shell ein góðan kunda.<< Ein endalig fullveldisætlan Talan verður ikki um stig fyri stig politikk. Ein endalig avrigging skal gerast soleiðis, at alt er komið undir føroyskt lóggávuvald innan ásett áramál - tildømis í seinasta lagi 2006. Høgni Hoydal Landsstýrismaður Tað er hetta, sum Føroya fólk skal taka støðu til á fólkaatkvøðuni í apríl næsta ár. Tað, sum ikki ber til við Danmark, mugu vit gera sjálvi. Vit gera okkara egnu skiftistíð og taka avgerðirnar í Føroyum. Tað er niðurstøðan eftir tær mangan sjónleikakendu samráðingarnar um ein sáttmála millum Danmark og Føroyar eftir tí íslendska leistinum. Samgongan og landsstýrið hava tí lagt eina ætlan á borðið fyri, hvussu fullveldisætlanin verður førd á mál við føroyskum avgerðum. Onki stig fyri stig Onkur er nú farin at tosa aftur um stig fyri stig politikk og yvirtøkur sambært heimastýrislógini. Hetta liggur ikki í teirri semju, sum er gjørd. Talan er um eina púra fastlagda ætlan, har heimastýrislógin skal avriggast, blokkstuðulin minkast burtur og eitt sjálvstøðugt ríki verður sett á stovn við føroyskari grundlóg. Fólkaatkvøðan í apríl Á fólkaatkvøðuni í apríl skal Føroya fólk spyrjast um tey taka undir við hesi ætlan um føroyskt fullveldi - við einum føstum áramáli. Landsstýrið hevur ikki meldað út, hvat árámál kemur at standa á atkvøðuseðlinum. Tí so verður bara aftur farið at tosa um, hvat danska stjórnin sigur og so framvegis. Í seinasta lagi 2006? Men eftirsum ivi tykist verða sáddur um ætlanina, er rættast at upplýsa: Tað, sum uppskotið byggir á, er, at í seinasta lagi - tildømis ár 2006 skulu øll málsøki verða komin undir føroyskt lóggávuvald og heimastýrislógin avriggað. Tað kann sjálvsagt eisini gerast innan ta tíð. Tá bindingarnar eru burtur skal føroysk grundlóg leggjast til fólkaatkvøðu og vit eru eitt fult sjálvstøðugt land. Sostatt er hetta ein endalig ætlan, sum Føroya fólk skal taka støðu til - og ikki nøkur leys og ótrygg loysn. Lat ongan iva valda um tað. Høvuðsavrikini í hesum valskeiði Tá hetta býráðið tók við fyri sløkum fýra árum síðani, vóru vit við at vera komin burturúr eini djúpari búskaparkreppu. Breið semja var tí millum býráðslimir um at halda fram við varliga fíggjarpolitikkinum, ið rikin var í valskeiðnum frammanundan, til tess at fáa skil á skuldarviðurskiftunum. Hetta hevur eisini eydnast við m.a. at halda aftur við nýtslu og íløgum og ístaðin at gjalda skuldina niður. Hesin málsetningur og tann batnaða búskaparliga gongdin hevur havt við sær, at langfreistaða lániskuldin hjá Tórshavnar kommunu og Tórshavnar havn, sum var umleið hálvtsjeyndahundrað miljónir krónur í 1995, verður komin niður á 320 miljónir krónur við árslok í ár. Bara seinastu fýra árini er skuldin minkað við sløkum 320 miljónum krónum. Og hetta má sigast at hava verið avgjørt størsta avrikið hjá býráðnum í hesum valskeiði. Komandi samanleggingin við Kollafjarðar kommunu vænti eg eisini fer at standa eftir sum ein av varðunum hjá hesum býráðnum. Samanleggingin ber m.a. í sær, at víddin av kommununi veksur úr 78 til 120 ferkilometrar. Av øðrum, ið komið er á skaftið hesi fýra árini, kann nevnast (uttan at fara niður í smálutir): Tórshavnar havn er munandi útbygt: Nýtt 15.000 fermetra stórt bingjuøki er gjørt á eystaru bryggju. Nýggja 60 metra atløgubryggja er gjørd á Viðarnesi. Vestara bryggja er longd 30 metrar. Nýggj saltsilo er bygd við tilhoyrandi lossiskipan. Stórar ábøtur eru framdar á grótkastið og bátahylin á Argjum, har 35 nýggj bátapláss eru í umbúna. Nýggj bátahavn er gjørd í Kaldbaksbotni. 1. desember verður koyrandi eftir nýggja Marknagilsvegnum. Síðuvegir, niðankoyringar og hampan av lendinum framvið vegnum verður gjørt liðugt næsta ár. Rundkoyring er gjørd á vegamótinum R.C. Effersøesgøta/Eystari Ringvegur. Rundkoyring og aðrar ábøtur eru gjørdar trygdini at frama í R.C. Effersøesgøtu, framvið SMS. Argjavegurin er vorðin ferðslutryggari, eftir at húsini, ið stóðu út í vegin, eru tikin burtur. Gongubreytir eru og verða umvældar og nútíðargjørdar m.a. við fyriliti fyri brekaðum. Nýtt vatnreinsiverk er gjørt í Kaldbak, ið tryggjar kaldbaksfólki sóttreinsað vatn. Í Miðhoydølum kring Svartafoss eru gøtur og brýr gjørdar sum lið í økið er skipað sum fríøki. Gamli vatnbrunnurin í Djúpagili í Hoyvíkshaganum er umskipaður til fríøki. Sandagerð er skipað sum ein av bestu baðistrondum og hvalvágum í landinum. Kommunan hevur ognað sær urtagarðin hjá Zachariasi á Skipafelagnum undir Pisuvarða til tess at kunna varðveita hann sum grønan blett í miðbýnum. Fríðkað og víðkað er um Vaglið og økið uttanum. Altjóða leikvøllurin Tórsvøllur er vorðin veruleiki. Eftir er at snøgga um útsjóndina innan- og uttanfyri vøllin. Nýggjur graslíkisvøllur er gjørdur á Argjum og nýtt graslíki lagt á Ovara vøll í Gundadali. Fíggjarligur stuðul er játtaður yvir trý ár til rennibreyt. Golfvøllur er í umbúna í Hoyvíkshaganum, sum kommunan hevur játtað stuðul til. Ríðihøll verður bygd í Havnardali, sum kommunan hevur játtað stuðul til. Svimjihylurin á Argjum hevur fingið umfatandi umvælingar. Svimjihøllin hevur víðkað um upplatingartíðir og heilsutilboðini til tey vitjandi. Farið er undir fyrireikingarnar at byggja nýggja venjingarhøll í Hoyvík. Smbrt. samanleggingarsáttmálanum millum Havnina og Kollafjørð eru fyrireikingar farnar í gongd at útbyggja skúlan í Kollafirði og at byggja nýggja ítróttarhøll. Á nýggjárinum verður Bussleiðin víðkað til eisini at fevna um Kollafjørð og Hamarin á Argjum. Um ársskiftið síggja kollfirðingar eisini Rás Tórshavn. Borgararnir skulu ikki longur rinda fyri ruskposar. Húsarhaldsrusk, ið verður flýggjað inn til ruskstøðina, verður mótttkið ókeypis. Nýggjar sópingarmaskinur eru útvegaðar m.a. til at rudda kava av gongubreytum. Kloakkskipaninar í kommununi eru og verða um- og útbygdar. Ókeypis rottanga- og skorsteinsreinsking er sett í verk Brandstøðin er nútímansgjørd til eina vælvirkandi og vælútgjørda sløkkiliðs- og bjargingarstøð. Skúlarnir í kommununi hava fingið sømiligar fíggjarkarmar at virka undir og stór viðlíkahaldsarbeiði eru í gongd. Sum lið í ætlan at bøta um hølisviðurskiftini hjá skúlunum er sum fyrsta stig samtykt at útbyggja Hoyvíkar skúla við tveimum skúlastovum aftrat. Listaskúlin hjá Kvøld- og Ungdómsskúlanum hevur fingið egin høli í Kongagøtu. Mentanin hevur fingið betri sømdir Mentanarstuðulin til einstaklingar og feløg er munandi øktur eins og rakstrarstuðulin til mentanar- og listafeløg. Sjónleikarbólkurin Gríma fær nú eins og Havnar Sjónleikarfelag árligan rakstrarstuðul frá kommununi. Kommunan rekur nú burturav Margarinfabrikkina og ungdómsvirksemið har. Felagið Ellisakfør hevur fingið innivist í gamla vatnbrunninum Undir Gráasteini. Frítíðarskúlin er víðkaður til at fevna um 250 børn ímóti 120 frammanundan. Á dagstovnaøkinum eru áleið 350 nýggj pláss útvegað aftrat. Nýtt býlingshús er bygt Inni á Gøtu, býlingshúsini Millum Gilja, Vesturi á Flat, á Ternuryggi og Undir Fjalli eru útbygd, høli til nýggjar útibarnagarðar eru fingin til vega í SSB-húsinum, Fram-húsinum og skúlanum á Hvítanesi. Dagrøktarskipanin og tilboðini bæði til dagrøktarar og børn eru víðkað. Nýggjar spælistovur eru gjørdar á Argjum og Inni á Gøtu. Í Meinigheitshúsinum er spælistova latin upp til børn, ið verða ansað heima. Barnasálarfrøðingur er settur at vera sosialu deild og barnaverndarnevndini til hjálpar. 8. kommunulæknin er settur í hesum valskeiðnum og 9 læknin verður settur næsta ár. Tvey nýggj læknaviðtaluhøli eru bygd í Gundadali, og fyrsta dagin verður farið undir at byggja tvey aftrat sama stað. Dagtilhald fyri pensjonistar er latið upp í gamla Føroya Banka-bygninginum í Tórsgøtu. Eldrasambýli er bygt Oman Hoydal, stuðulin til døgurðaskipanina hjá Lágargarði er hækkaður, øki eru løgd av í Vallalíð og við Vegin Langa til ávikavist heim fyri senildement og nýtt eldrasambýli. Bæði á eldra- og mentanarøkinum eru álit við tilmælum gjørd sum hent arbeiðsamboð hjá býráðslimum og umsiting. Umsitingarligi bygnaðurin hjá kommununi eins og leiðsluviðurskiftini eru broytt. Nýggj kommunal avgreiðsla undir heitinum Snarskivan er latin upp í gamla posthúsbygninginum í miðbýnum til tess at veita borgarunum betri og skjótari tænastu. Grunnur er stovnaður undir navninum Nuuk-Reykjavík-Tórshavn við tí endamáli at stuðla upp undir økt samstarv millum høvuðsstaðirnar í Útnorði og borgrar teirra á vinnu-, mentanar-, skúla- og ítróttarøkinum. Samstundis er Grunnurin Tórshavn-Nuuk tikin av. Samstarvsavtalur eru gjørdar við teir báðar týdningarmestu oljubýirnar á okkara breiddarstigum, Aberdeen og Stavanger, við denti á samstarvi á vinnu-, tøkni-, undirvísingar-, mentanar- og ítróttarøkinum. Samstarv er fingið í lag við hinar kommunurnar í "Streymoyarøkinum" í sambandi við árliga íløguloftið, ið landið ásetur. Leivur Hansen, borgarstjóri Sterkur politikkur Innleggið hjá borgarstjóranum, Leivi Hansen, 12.10 í Dimmalætting, har hann mest viðgerð tøl og skuld, var upplýsandi. Hugaligt er at kunna siga fráfarandi býráðnum tøkk fyri skeiðið og at skuldin er minkað niður um eina álíkning. Hvør, ið skal hava æruna av hvørjum, vil eg ikki blanda meg uppí. Men uppleggið frá fyrrverandi borgarstjóranum, Poul Mikkelsen 19.10. í Sosialinum var eisini upplýsandi um kommunalu umstøðurnar. Í hvussu er takið eg undir við, at samanlagda kommunan, sum stýrt verður av nývaldum býráði, fer at halda fram at gjalda skuldina niður. Skuldin skal eftir einum áramáli heilt burtur, men samstundis skal skynsamt fyrilit vera fyri, at vinnulívið blomstrar líka frá Argjum og norður í Sundini. Arbeiðið til allar hendur skal eisini geva rúmd fyri, at øll átrokandi sosial mál saman við øðrum framtøkum við betraðum kørmum og tænastum verða væl og virðiliga loyst fyri borgarin. Tað var ein sterk politisk avgerð at leggja saman. Samanleggingin skal tæna øllum í kommununi. Framtíðin fer so at vísa, um tað eisini var ein røtt avgerð. Framtíðini varða vit í stóran mun sjálv av, herundir hvussu vit velja og raðfesta 21. november. Jónas Johnsson valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum Bamba Hettar var eitt tað fyrsta orði, ið møti mær, tá ið eg var staddur í starvsvenjing, í Gøteborg. Tað er soleiðis í Svøríki, at øll børn fáa frían skúlamat, og eg setti mær fyri, at um eg nakrantíð gjørdist býráðslimur í Tórshavnar kommunu, skuldi eg virka fyri, at vit fingu eina tílíka skipan. Væl veit eg, at ein sílk skipan kostar pengar og krevur umbyggingar á skúlnum, men eg meini, at tað er av alstórum týdningi, at vit hugsa um vælferðina hjá børnum. Vit hava jú fyri langari tíð síðani avtikið døgurðatíman, og tá ið tey allar flestu foreldrini arbeiða úti, kundu vit her átikið okkum eina skyldu. Ikki tí, einki er sum tann heimligi hugnin. Jóhan Petur Johannesen Valevni Sambandsflokksins Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Kári Reynheim skal venja B71 Eftir at hann í nøkur ár hevur virkað sum venjari í Noreg, vendir Kári Reynheim nú heim til Føroya Fótbóltur Leygardagin kom venjaraspurningurin hjá B71 upp á pláss, soleiðis at hesin partur av fyrireikingunum til komandi kappingarár ikki liggur eftir. Talan er um navnfram Kára Reynheim, sum seinnu árini hevur búleikast í Noreg, har hann í fjør var við til at tryggjað Jotun uppflytan upp í triðbestu norsku deildina. Í samrøðu við Sosialin segði Kári Reynheim ta ferðina, segði Kári, at tað fór at gerast sera trupult at halda liðnum í deildini hetta kappingarárið, og tað vísti seg eisini, at hann fekk rætt í hesum. Eftir eina heldur laka byrjan, har úrtøkan ikki hevði verið tann heilt stóra, varð Kári tá sagdur úr starvi, men eftirfylgjandi kann helst staðfestast, at tað so ikki var nakað galið við venjaranum. Jotun tapti nevnliga 12 teir næstu dystirnar, og eftir komu bert trý stig til høldar. Nógvir fyrimunir Av Sandi verður sagt, at tað er við spenningi, at teir nú bíða eftir, at nýggi venjarin skal fara undir virki sítt. Vit hava arbeitt við hesum í okkurt um ein mánað, og eg má siga, at vit so avgjørt ikki hava havt nøkur fyrivarni í huganum, tá avtalan varð gjørt, sigur eli Hentze, sum umframt at spæla á besta liði felagsins eisini er nevndarlimur. Fyrimunirnir við hesum eru eftir okkara tykki heilt nógvir. Vit fáa ein venjara, sum hevur eina stak góða útbúgving, nógv betri enn fleiri aðrir her á landi, og umframt fakliga førleikan hevur Kári eisini tann fyrimunin, at hann er føroyingur og kennru til viðurskiftini her hjá okkum, sigur Eli um avgerðina. Í ár var danin, Per Langvad, venjari hjá sandoyingum, men sum skilst, so var ikki stórvegis áhugi í at leingja hetta samstarvið. Havnin sýndi vakrasta býin Fimleikafagnaðurin varð í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið, og eftir fleiri framúr vakrar sýningar, varð Havnar Fimleikafelag at enda kosin sum vinnari Fimleikur Eins og vanligt er á Fimleikafagnaðinum, so fingu tey fýra feløgini, sum vóru umboðað, til uppgávu at lýsa eitt ávíst evni. Evnið hesa ferð var Bý- og bygdalív, og við rørslum, ljóðið og øðrum sansaligum effektum skuldi feløgini so sýna, hvussu teirra uppfatan og tulking av evninum var. Lat tað vera sagt beinanvegin, at tað var sera ymiskt, hvussu ymsu feløgini høvdu valt at tulka hetta. Hóast ymisk, so mundu teir mongu áskoðararnir vera samdir um, at allar framførslurnar á sín hátt vóru merkisverdar. At kalla hetta fyri eina ítrótt, tykist í slíkum førum als ikki vera nøktandi. Sjálvsagt er talan eisini um eina ítrótt, men harumframt var talan í fleiri førum um list. Eina fragd fyri eygað, sum í mangar mátar bergtók áskoðararnar. Originaliteturin Sum nevnt, so varð tað, tá saman um kom, Havnar Fimleikafelag, sum varð kosið til vinnara av kappingini. Tað kann so avgjørt ikki hava verið nøkur løtt uppgáva hjá dómarapanelinum at gera av, hvør skuldi vinna kappingina, men serliga var tað tó á einum øki, at teirra framførsla skilti seg burturúr. Í list verður ofta tikið til, um talan er um originalitet, og tað var eisini hetta, sum sermerkti framførsluna hjá Havnar Fimleikafelag. Ella skuldi man kanska sagt, at væntandi originalitetur gjørdi teirra framførslu til nakað serstakt. Í øllum førum var tað soleiðis, at meðan hini feløgini í stóran mun løgdu dent á tað abstrakta í sínari framførslu, so sást altíð beinanvegin, hvat tað var, sum fimleikararnir hjá Havnar Fimleikafelag royndu at ímynda. Fyri at verða verandi í ítróttatermilogiini, so varð farið beint eftir bóltinum, uttan at onnur órógvandi element vórðu drigin uppí, men við hesum skal einki takast frá framførslu felagsins. Heldur ikki frá hinum feløgunum, tí allar vóru tær á sín hátt serstakar. Fult hús Í mun til undanfarnu ferðirnar, tá Fimleikafagnaðurin hevur verið, var talan hesa ferð um triggjar sýningar, har talið áður hevur verið tvær. Hetta varð sambært fyrireikarunum gjørt, tí áhugin fyri at síggja fagnaðin altíð hevur verið sera stórur. Talið av fimleikarum var oman fyri tey 500, og tí eru sjálvandi nógv foreldur og næstringar, sum vilja síggja børnini, umframt at tað sjálvandi eisini eru onnur, sum royna at halda seg framat. At tað var ein røtt avgerð at økja um talið av sýningum, er helst einki at ivast í, nú sýningarnar eru farnar aftur um bak. Norðurlandahúsið var nevnliga stúgvandi fult allar dagarnar, og má hetta metast sum eitt stórt herðaklapp. Bæði fyri fyrireikarar og íðkarar. Samanumtikið var talan um eitt tiltak, sum føroyskur fimleikur av sonnum kann vera errin av. Bert spell, at tað skulu ganga tvey ár ímillum at slík tiltøk verða hildin, men hinvegin viðførir hetta eisini, at tráðanin til tiltakið verður størri, og har við upplivingin. Heilt slept upp á fjall verða fimleikaáhugað tó ikki. Hóast eingin Fimleikafagnaður verður komandi ár, so verður tá talan um Fimleikadagar, og man spenningurin til hesar ikki vera minni. Jákup Mørk/Rógvi Johansen - jakup@sosialurin.fo Kroppinum bilar einki Rógvi Johansen greiður niðanfyri frá, hvussu venjingar hansara eru skipaðar um veturin. Hetta so tað kanska er lættari at skilja, hvørja nyttu ein slík roynd, sum hann hevur verið partur av, hevur fyri hansara viðkomandi Súkkling Saman við íttróttargreinum sum triatlon og langrenn á skíum, er súkkling ein tann strævnasta íttróttargrein, ið er til. Tí er sjálvsagt, at har krevst nógv venjing, um ambitióninar eru at verða við á toppinum og tað eru mínar. Vanliga er kappingarárið liðugt umleið 1. oktober. Stutt eftur tað byrjar vetrarvenjing, og tað er júst vetravenjingin sum avgerð, hvussu >>formurin<< til eitt kappingarár verður. Tað er serliga strævið at venja um veturin. Hetta kemst serliga av veðrinum, sum er hesa ársins tíð. Tað er aloftast ikki serliga eggjandi at venja í vátakava, regni og vindi, men er ein seriøsur, verður vant í øllum veðrið og so fer ein ikki í býin fyri at drekka øl ella tað sum sterkari er. Mítt motto er: >>ein kemur ikki í venjing við at halda frí<< tí er venjing og aftur venjing tað, sum skal til. Um veturin skipa vit sjálvir fyri venjingini mánadag til fríggjadag. Ofta eru vit nakrir, sum koyra saman, men hvørt vikuskifti frá seinast í oktober til einaferð seint í mars mánaði eri eg við til felagsvenjing. Ikki er óvanligt at vit koyra uml. 300 km eitt vikuskifti. Eg skal verða tann fyrsti til at viðganga, at tað ikki altíð er so hugnaligt, at verða til venjing um veturin, men har er einki at gera. Verður ikki møtt upp, er hetta sera illa dámt, og ein fær ein átalu frá venjarinum. Tað er ósolidariskt at snúgva seg undan venjing, ein skal eisini hugsa um, hvørja støðu liðfelagarnir, sum eru møttir upp til venjing koma í, tá ein ikki kemur til venjingina. Tað er tó ógvuliga sjáldan, at nakar av okkara súkklarum ikki er við til venjing. Hendan disiplinin er eisini neyðug eftir mínari fatan, og hetta er galdandi fyri allar ítróttagreinar. Vit venja nógva interval venjing, hettar er av stórum týdningi, men sjálvandi verður eisini vant annað, so sum distanca og at koyra í bakkum (trygv mær, bakkanir eru nogvir her í jyllandi). Ansast skal væl eftur vektini, tað er ofta trupult um veturin, men við sjálvdisiplin kann ein aloftast koma framvið ársskiftinum við eini " fornuftigari" vekt. Nevnast kan, at tá hendan testin bleiv gjørd í mars mánað, var mítt feitt procent uppá 9.5 % og tað er ikki so galið, men prosenttalið bleiv væl minni seinni. Hettar er fyrstu ferð at eg havi verði við til eina so umfatandi test, tað var ógvuliga áhugavert og eisini strævið. Serliga strævin var renni testin. E g renni vanliga rættiliga nógv um veturin, men eg gevist vanliga við renningini einaferð í januar, og tí var eg ikki í bestu venjing, til at renna eina slíka test so seint, men væl gekk kortini. Janus Jørgensen var við á Team Shell liðnum og koyrur eisini saman við mær hjá Cycling Aarhus elité, hann hevur saman við Ulrik Dalgas gjørt hesa testina, teir fingu eitt 13 tal, fyri sítt arbeiði og tað má sigast at verða gott . Royndin Um royndina er annars at siga, at umframt at teir, sum stóðu fyri hesari, fingu eitt 13-tal, so má eisini sigast, at Rógvi sjálvur fekk reint UG frá teimum báðum. Millum annað vístu teir á, at Rógvi hevur óvanliga góð lungu. Nakað sum ger, at hann kann fara heilt nógv upp í tempo, uttan at vøddarnir í beininum fara at framleiða mjólkasýru. Ja, somikið høgt liggur hann í hesum, at tað máttu fleiri royndir til, áðrenn teir yvirhøvur fingu trýst likamið hjá Rógva nóg nógv til at máta sýruna. Í niðurstøðuni verður annars sagt, at sum heild vórðu teir fýra royndarpersónarnir allir sera væl fyri, men dentur verður tó lagdur á, at Rógvi stóð seg betri enn hinir. Úrslitini hjá honum í anarobari forbrenning (tá vøddarnir framleiða sýru), verða kallaði fænomenal. Hetta hongur neyvt saman við evnunum hjá lungunum at upptaka ilt, og varð í hesum sambandi mált, at lunguni hjá Rógva rúma úti við tveimum litrum meira av luft enn hjá einum miðal manni. Endin av niðurstøðuni má bert takast sum eitt stórt herðaklapp til fremsta súkklara okkara, og uttan at siga meira um tað, verður hon prentað niðanfyri. Carl Eli Nolsøe Samuelsen - jakup@sosialurin.fo Føroyar vunnu stórt í 8. umfari Føroysku telvarnir framdu megnarhál í áttinda umfari í OL í Istanbul. Teir vunnu sunnudagin heili 3,5-0,5 ímóti Trinidad & Tobago og John Arni Nilssen vann sítt fyrsta talv Talvolympiada: Undan dystinum ímóti Trinidad & Tobago leiktu Føroyar í sjeynda umfari ímóti Belgia, sum var styrkismett væl hægri enn Føroyar. Dysturin endaði við einum 2,5-1,5 sigri til Belgia, sum tað var eitt gott úrslit hjá føroyingum. John Arni, John Rødgaard og Heini Olsen leiktu javnleik, meðan Flóvin tapti á fjórða borði. Frá føroyingunum frættist at hesin dystur saktans kundi enda javnur 2-2, men at teir tó kortini vóru nøgdir við úrslitið. Eftir eina ringa byrjan, vísti John Arni hansara dygdir á fyrsta borði. Rødgaard megnaðu uttan stórvegis hóvasták javnleik við svørtum og Heini leikti somuleiðis ein skjótan javnleik. Flóvin telvaði væl, men tapti heldur óneyðugt. Rødgaard heldur áfram við stórspæli Trinidada & Tobagomenn eru veikari enn føroyingarnir, og tað prógvaðu okkara menn eisini við knúsandi stórsigrinum. John Arni sum umboðar Føroyar á fyrsta borði, vann umsíðir sítt fyrsta talv. Hetta varð í áttinda umfari. Hann lokkaði mótstøðumann sín í eina byrjanarfellu, og vann sær býtismun, og vónandi gevur sigurin honum sjálvsálit sum er alneyðugt á fyrsta borði á talvolympiadu. Talvið hjá John Arna er við í blaðnum í dag. John Rødgaard, okkara einasti altjóða meistari, er ikki til at steðga í løtuni. Hann vann ruddiliga sítt talv sunnudagin, og hevur nú ognað sær heili fimm stig av sjey møguligum á ørum borði. Vit mistu hálvt stig ímóti Trinidad & Tobago, men Heini skal vera glaður fyri sín javnleik á triðja borði. Hann misti mann fyri tvær finnir, men fekk snýtt mótstøðumannin í endatalvinum og hálaði javnleikin heim. Heini hevur ikki enn víst síni eyðkendu talvevnir, men kenna vit Heina rætt gevst hann ikki so. Flóvin vann í eyðkendum stíli á fjórða borði. Hann vann sær eina finnu, og fekk síðani býtt nærum alt fólkið av borðinum og vann trygt og klárt í endatalvinum. Eitt gott úrslit, sum gevur føroyingum 16,5 stig eftir átta umfør. Sostatt hevur liðið beint yvir 50%. Seks umfør eru eftir av talvolympiaduni. Týskland er á odda við 23,5 stigum, meðan favorittarnir úr Russlandi liggja beint í hølunum. Danir hava eitt sterkt lið við fimm stórmeistarum og einum altjóða meistara, og teir liggja eisini væl fyri við 19,5 stigum. Einstøku úrslitini John Arni 2,5 / 7 Rødgaard 5 / 7 Heini 3 / 7 Flóvin 3,5 / 7 Ólavur 2 / 3 Eyðun 0,5 / 1 Sum tað sæst so hava fýra teir fremstu telvað nærum øll talvini. Ólavur hevur verið sjúkur, men er nú frískur og væntandi sleppur hann at royna seg aftur. Eyðun er sætti maður, men telvar bert um brúk er fyri honum. Tað vil siga um sjúka ávirkar liðið, ella um menn eru troyttir og vilja hava frí. Fjúrtan umfør skulu leikast og tað er sera krevjandi fyri telvarnar. Cave,C (2296) - John Arni Nilssen (2354) 34th Chess Olympiad (men) Istanbul (8), 05.11.2000 Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo AGF hevur fingið ferð á Óli Johannesen tykist ikki sleppa upp í part í Århus, og í Hvidovre hava teir brúk fyri einum góðum verjuspælara Superliga Óli Johannesen er ikki partur av AGF liðnum, sum hesar seinastu vikurnar tríggjar ferðir á rað er farið av vøllinum við fullum stigatali, eftir at teir hava spælt ímóti oddaliðum. Hesa ferð var AGF í Ikast, har teir vundu burturúr FCM, sum higartil hevur verið millum fremstu liðini. Óli Johannesen var ikki millum teir fyrstu ellivu, og hann var heldur ikki millum teir tríggjar AGF menninar, sum vórðu skiftir inn. So at siga allan 1. hálvleik var heimaliðið við yvirlutan, men síðstu lítlu løtuna undan steðginum fekk AGF tvey mál, og so vendi alt upp og niður. Í 2. hálvleiki økti AGF til 3-0, áðrenn FCM minkaði um munin, men úrslitið gjørdist 4-1 til AGF. Merkisvert var tað, at ein av FCM monnunum, Søren Skriver, var so óheppin, at hann tvær ferðir gjørdi sjálvmál. Hann hjálpti AGF at skora til 2-0 og til 4-1. Soltið hjá Hvidovre Á nýggjárinum skal Óli Johannesen í nýtt starv. Hann flytir úr Århus og AGF og til Keypmannahavnar og Hvidovre í 1. deild. Støðan hjá fyrrverandi TB venjaranum, Frank Skytte, og Hvidovre er ikki meiri enn passalig. Í vikuskiftinum var 15. og seinasta umfarið undan vetrarsteðginum í 1. deild á skránni. Hvidovre var í grannalagnum og spældi. Mótstøðuliðið í Valby var gamla arbeiðarafelagið Frem. Heimaliðið vann 2-0, og harvið eru teir á odda í næstbestu deildini. 16. umfarið av teimum í alt 30 í næstbestu deildini verður á skránni 17. mars. Hvidovre er á 11. plássi. Fyrsti landskappingardysturin hjá teimum, eftir at Óli Johannesen verður komin til felagið, verður 17. mars. Tá skulu teir spæla á heimavølli ímóti Birkerød, sum er á niðurflytingarplássi. Brøndby á odda Í superliguni er Brøndby framvegis á odda. Sunnudagin treiskaðust næstan fimtan túsund áskoðarar, tá teir møttu upp á Brøndby stadion, har botnproppurin úr Haderslev vitjaði. Brøndby vann 4-2, men tað gekk ikki so lættliga fyri seg, sum tey flestu mundu hava roknað við. Haderslev kom á odda 1-0, og venjarin hjá teimum var so misnøgdur, tá tað var liðugt, og teir høvdu tapt, at hann ákærdi mest kenda dómaran, Kim Milton Nielsen, sum verður roknaður at vera fremsti dómarin í Danmark, at hava verið heimadómari, so tað stóð eftir í. Haderslev venjarin vildi vera við, at Brøndby hevði ikki havt vunnið, um teir ikki høvdu havt fingið hjálp frá dómaranum. Tað, sum venjarin sipaði til, var, at málverjin hjá Haderslev, Jesper Mortensen, fekk reyða kortið, tí dómarin metti, at hann hevði vart við hondini uttanfyri brotsteigin. Sjónvarpsupptøkur staðfestu, at bólturin hevði rakt í høvdið á málverjanum. Ruðuleiki stóðs av støðuni, og í tí sambandinum fekk Søren Colding hjá Brøndby reyða kortið fyri at skumpa. Dropin, sum fekk bikarið hjá venjaranum at flóta yvir, var, at hann ikki kolldømdi eitt av málunum hjá Brøndby fyri rangstøðu. Upptøkurnar vístu, at tað var rangstøða. Í Gladsaxe spældu AB og AaB 1-1. Í gjárkvøldið skuldi OB vitja í Silkeborg. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Tíggjundu ferðina gekk tað ikki Todi Jónsson sá gult, tá tað enn eina ferð varð staðfest, at tað hilnast illa, tá FCK spælir í Jyllandi Superliga Tá FCK sunnudagin fór á vøllin í Viborg, høvdu Todi Jónsson og teir ikki tapt í níggju dystum á rað. Í tíggjundi royndini eydnaðist tað ikki at vinna. Tað kunnu teir í FCK fyrst og fremst takka sær sjálvum fyri. FCK hevði bóltin nógv, og teir høvdu fleiri upplagdar møguleikar, men teir fingu ikki mál fyrrenn tað bara restaðu níggju minuttir. Málskjútti var liðformaðurin og miðverjin Jacob Laursen, sum úr 22 metrum sendi flatt fríspark framvið manngarðinum og í kassan. Pascal Simpson, Christian Lønstrup og eisini Todi Jónsson høvdu møguleikar at gera fleiri FCK mál, men tað varð ikki meiri enn nær við og næstan. Todi Jónsson spældi allar 90 minuttirnar, og hann taldist millum teir mest sjónsku hjá FCK. Ferð eftir ferð megnaði hann at sneiða seg til baklinjuna í vinstru og leggja innfyri, men teir inni undir málinum vóru als ikki sannførandi. FCK venjarin, Roy Hodgson ásannaði, at hansara lið hevði ein trupulleika: Vit spældu okkum til eina røð av møguleikum, og sum dysturin myndaðist, so haldi eg ikki, at vit høvdu uppiborið at tapa, men vit fáa ov lítið burtur úr málmøguleikunum. Tað hava vit sæð fleiri ferðir, og tað sóu vit aftur í dag, segði Roy Hodgson. Tað leikaði nógv á, og gula kortið var ofta á lofti. Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum var Todi Jónsson millum teirra, sum sá gult. Tað gjørdi hann fyri ógvusliga takling á miðjum vølli, tá 34 minuttir vóru farnir. Tá Todi fekk gula kortið, var Viborg longu frammanfyri 2-0. Fyrra málið fingu teir í 4. minutti. Tað varð stútað eftir innlegg. Seinna málið fingu teir í 26. minutti. Heine Fernandez fekk tað eftir innlegg úr høgru. Hjá FCK kom til illa við, at miðvallarovastin, Ståle Solbakken, longu undan steðginum noyddist at taka seg burturúr, tí hann var skaddur í beininum. Stórdystur Komandi sunnudag fær FCK vitjan av Silkeborg. Men longu í annað kvøld verður FCK annar parturin í einum stórum drama. Lutakastið í steypakappingini hevur lagað tað soleiðis, at liðini, sum mong droyma um skuldu dystast í finaluni kristi himmalsferðardag, hittast í annaðkvøld. Á Brøndby stadion verður avgjørt, um tað verður Brøndby ella FCK, sum skal halda fram í steypakappingini. Eingin ivi er um, at Todi Jónsson verður ein av teimum fyrstu ellivu hjá FCK. Viborg skal spæla aftur hósdagin. Tá skulu teir spæla í UEFA Cup. Teir taptu 1-0 í fyrra dystinum í Spania, og tí verður tað mett ikki at vera lítið sannlíkt, at danska liðið fer at megna at stríða seg víðari í kappingini. Fyrsta treytin er, at gestirnir ikki sleppa at skora mál, og at Viborg í hvussu so er skorar eina ferð. Verður talan um longda leiktíð ber til at ímynda sær allar møguleikar. jakup@sosialurin.fo Toppurin sigraði! Eingin sum helst ivi var um, hvat var betra liðið, tá sørvingar vitjaðu oddaliðið Fram-SÍ 3-0 25-16, 25-13, 25-18 Flogbóltur Í dystinum millum Fram og SÍ varð tað toppurin og botnurin í meistardeilduni hjá monnum sum møttust. SÍ hevur ikki fingið rættiligt fótafesti í landskappingini í ár, og í hesum dystinum kláraðu teir heldur ikki at gera so nógv um seg. Eftir bert 39 min. hevði FRAM vunnið dystin 3-0. Sama niðurlagið SÍ hevði styrgt seg til hendan dystin við Jón Falkvard. Jón er ein evnaríkur ungur leikari, sum ikki hevur verið við fyrr í ár , men nú verður hann við restina av kappingarárinum. Øll trý settini høvdu sama niðurlag. Fram spældi ikki tað optimala teir eru førir fyri, men ístaðin royndu teir at leika meira á miðjuna til Heina Weihe og Suna Pedersen. Ofta kiksaði tað hjá Fram, við hevingum á miðjuna, men so varð hevað á kantin har bólturin bleiv vunnin. Leikarnir hjá Fram eru væl hægri enn sørvingarnir, og tískil fekk SÍ ikki blokka so nógv álop, men onkur einstakur blokkur var kortini. SÍ fekk nøkur álop ígjøgnum teir høgu menninar hjá Fram, men sum áður sagt, so var tað Fram sum stýrdi dystinum. Lítið er at siga frá dystinum tí mannagongdin var tann sama, og eftir pappírinum at døma so skuldi FRAM fingi ein tryggan sigur heim, og tað var eisini júst tað teir gjørdu. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo ÍF hóttir toppin! Fuglfirðingar vunnu greiðan sigur á monnunum hjá Fleyr, og nú tykjast teir rættiliga at hava sett kós móti toppinum Fleyr-ÍF 0-3 24-26, 15-25, 19-25. Flogbóltur Á pappírnum fór dysturin millum FLEYR og ÍF at verða tann mesat javni og spennandi. Áðrenn dystin lá FLEYR á 3. plássi og ÍF á 4. plássi. Hóast dysturin vísti seg at verða ógvuliga javnur í byrjanni og serliga í 1. settið so vísti tað seg at enda, at ÍF vann lættliga. Fuglfirðingarnir kundu fara glaðir norð við einum 3-0 sigri 1. sett Fyrsta settið var tað mest undirhaldandi og javnasta settið. FLEYR kom best frá byrjan og legði seg framum, og varð frammanfyri helvtina av settinum. ÍF gjørdi nógvar persónligar feilir, og vanliga verður hetta revsað, tá spælt veðrur móti Fleyr. ÍF kom skjótt aftur, og hálvegis í settinum var javnt í stigum. FLEYR tók annað skinn um bak og vunni fleiri bóltar soleiðis at støðan bleiv 24-20 og harvið fýra settbóltar. Leikandi venjarin hjá ÍF, Boban Ilic, tók eitt time-out nú støðan 24-20, og tað vísti seg at verða lykilin til vendingina. Bóltin aftaná time-outið hjá ÍF vunnu fuglfirðingarnir, og Bartal Eliassen fór aftur á baklinjuna at serva. Hann servaði so mikið væl at tað bliev javna út til 24-24 og hann servaði eisin settið heim. ÍF ÍF og ÍF. ÍF byrjaði 2. sett har teir sleptu við fyrstu. Fuglfirðingarnir komu skjótt frammum 1-4. Álopið hjá FLEYR koyrdi ikki rættiliga, og nógvar misskiljingar ávirkaðu spælið hjá havnarmonnunum. ÍF var frammanfyri alt settið við fleiri stigum, og tá spælið hjá FLEYR ikki koyrdi sum tað skuldi, so gekk tað skjótt fyri seg. Tá nógv stóð á hjá FLEYR varð onkuntíð hevað á miðjuna til Steinar Eiriksstoft, sum so vann bóltanar annaðhvørt við lobb ella einum góðum smasji. ÍF koyrdi við nógvum kantspæli har tað serliga vóru Boban Ilic og Bartal Eliassen ið vunnu álopini. Sum áður sagt so legði ÍF seg beinanvegin framum1-4 og tað bleiv skjótt til 6-12, 10-17, 13-22 og endin var at ÍF vann 15-25. ÍF leikti ógvuliga einkult við at heva alt út á kantanar. FLEYR skuldi kanska roynt seg við at heva meira á miðjuna, tí tað sum fór út at kantin kom ikki nógv burturúr. ÍF trektið longsta stráði Byrjanin til 3. sett var heilt ein onur enn tann í 2. setti. Liðini leiktu eins væl og tey fylgdust allan vegin upp til 15-15. Bæði liðini koyrdu teir flestu hevingarnar á kantarnar, og hjá Fleyr eru kantanir Klæmint Isaksen og Andrass Jógvanson. Smasjuni í hesum settinum vóru nógv harðari enn í hinum settinum, og tað var samstundis meira undirhaldandi at hyggja at. Tá støðan var 15-15 og ÍF hevði vunnið bóltin, fór Boban at serva. Hann servaði ikki minni enn 6 servur á rað. Fleyr gjørdi ógvuliga nógvar feilir, og tískil follu stigini lættliga til ÍF. Støðan var nú blivin 15-21 til ÍF og FLEYR stabiliseraði seg aftur, men munurin var ov stórur og tað endaði við at Kenneth Neshamar sló sigurin heim til 19-25. Samanumtikið so var tað ein vælfortjentur sigur til ÍF. Móttøkurnar hjá FLEYR lógu ikki so illa at tær ikki kundu hevast á miðjuna, og ein kann so spyrja seg sjálvan hví teir ikki brúktu sínar miðleikarar meira tá tað gekk so illa hjá høvuðssjarunum. Fuglfirðingar eru kendir fyri at verða ógvuliga treiskir at leika ímóti av tí at teir kjempa so væl á gólvinum og hesin dysturin var heldur ikki nakað undantak. Fleyr basti storminum í Gundadali At byrja við vóru trupulleikarnir alstórir, men tá alt kom til stykkis, megnaði Fleyr tó at vinna ein hampuliga tryggan sigur í ÍF Fleyr-ÍF 3-1 23-25, 25-16, 25-21, 25-16 Flogbóltur Dysturin í Gundaldalshøllini millum Fleyr og ÍF í meistardeilduni hjá kvinnum, var spennandi og góður, men tó merktur av nógvum feilum. Liðini liggja í miðjuni á stigatalvuni har Fleyr liggur á 4. plássi og ÍF á 5.plássi. Hesi bæði lið hava ikki vunnið nógvar dystir í ár, og tí var umráandi at vinna henda dystin bæði fyri tey tvey stigini, men eisini fyri sálarligu styrkina. Sum áður sagt, so vóru nógvir persónligir feilir í dystinum, men Fleyr var liðið, ið gjørdi færri, og tískil vunnu tær dystin. ÍF legði hart út ÍF byrjaði dystin ógvuliga væl, og tað gekk skjótt fyri seg. Sum tá ein stormur herjar á oyggjarnar herjaði ÍF á í Gundadalshøllini, við at leggja seg á odda 1-8 í fyrst setti. Fleyr damurnar gjørdu nógvar feilir og móttøkurnar vóru ikki serliga góðar. Fleyr tók seg tó meira saman, og otaðu tær seg meira at ÍF. Miðskeiðis í settinum gjørdist alsamt javnari, men at enda bragdaði koritni hjá ÍF, og vunnu tær sera tepurt. FLEYR tók seg saman Restina av dystinum stýrdi Fleyr . Feilirnir vóru skúgvaðir til viks, men harafturímóti var tað fuglfirðingar ið gjørdu feilirnar. Hóast fuglfarðadamurnar stríddust væl, sum tær altíð gera, blivu feilirnir ikki færri, og nú tá Fleyr eisini sýndi betri hugburð, varð tað ógvuliga tungt hjá ÍF at koma fyri seg aftur. Annað setti vann Fleyr ógvuliga sannførandi 25-16, men fjórða settið varð aftur meira javnt. Randi Larsen, sum er eitt kent navn í føroyskum flogbólti, stýrdi ÍF liðnum. Hon var allastaðni har bólturin var, og hon hevur eisini rutinuna til at lesa spælið. Men hóast Randi gjørdi tað hon kundi, so var Fleyr tað betra liðið, ið vann ein hóast alt uppibornan 3-1 sigur. Beina kós móti gullinum Enn ein tryggur sigur til greipuvinnararnar úr Klaksvik, sum enn halda beina kós móti fínastu heiðursmerkjunum Fossánes - Mjølnir 0 - 3 10-25 15-25 8-25 Flogbóltur Dysturin byrjaði rættiliga javnt, liðini fylgdust til 6-6, men eftir tað var stórur munur á liðunum og tað var eingin møguleiki í nøkrum av settunum at steðga Mjølnirliðnum. Vera Larsen ið vanliga spælir libero var ikki við og somuleiðis sat Tina Jacobsen uttanfyri við skaða. Hetta tyktist tó ikki at nerva Mjølnirliðið stórvegis. Hóast Fossánes tapti stórt fyrsta setti valdi Fossánesvenjarin Jón Kári Frederiksen at spæla "sosialt" ella at royna allar spælararnar tvey tey næstu settini. Fossánes kemur neyvan at gera nakað við Dráttur og Mjølnir men móti Fleyr og TB kunnu tey fyrstu stigini koma um spælarnir eru meira frekir frammi við neti tí ofta eru bóltarnir alt ov lættir, tá sligið verður tvørturum. Dráttur fór svevandi heim Tað stóð nógv á hjá Drátti, men eftir fýra til tíðir spennandi sett, kundu tær loksns staðfesta, at stigini fingu tær heim við sær TB-Dráttur 1-3 13-25, 15-25, 25-21, 24-26 Flogbóltur Høllin í Trongisvági hýsti tí mest spennandi dystinum í vikuskiftinum skuldi man gera eina meting eftir pappírinum. TB fekk vitjan av Drátti í meistardeilduni hjá kvinnum. Hesi bæði liðini eru ávikavist nummar trý og tvey. Dysturin fekk eina ógvuliga skuffandi og keðiliga byrjan, men sum dysturin leið, nærkaðist hann vónunum, og endin varð, at vágagellurnar drógu longsta stráið. Dráttur domerandi Dráttur hevði takið tey bæði fyrstu settini. Genturnar av Tvøroyri høvdu vánaligar móttøkur, og verjuspælið var heldur ikki nakað at reypa av. Dráttur spældi heldur ikki upp til sítt besta, men tær kundu tó dúva upp á mistøkini hjá mótpartinum. Við øðrum orðum so var TB slettis ikki við í dystinum, og hjá Drátti var tað minimumslógin tað snúði seg um; tær gjørdu ikki meir enn neyðugt. Annar slingur í valsinum Í triðja settið bleiv alt endavent. TB genturnar tóku annað skinn um bak, og byrjaðu at spæla góðan flogbólt. Bæði móttøkur og verjuspæl vórðu nógv betri, og hetta betraði eisini um fyritreytirnar fyri álopsspælinum. TB dugdi eisini at betur at lesa spælið hjá Drátti, og genturnar frá Tvøroyri vístu síni kynstur sum blokaduleikarar. Tað at tær megnaðu at blokera meira, var eisini lykilin til stóru framgongdina, tí í flogbólti sigur man at man vinnur dystin frammi við netið og ikki afturi á vøllinum. Selma Danielsen, ið spælir mitt fyri hjá TB, hevði nú ein góðan dyst frammi við netið. Hon blokkaði ógvuliga væl, og í álopsspælinum var hon eisini sera effektiv. Hetta var samstundis fyrsti dysturin hjá TB har tey nýttu libero. Harriet Hammer leikti sum Libero og kom inn fyri Selmu afturi á vøllinum. Selma fekk sostatt eisini høvi at hvíla seg av og á. Nakað sum eisini var viðvirkandi til, at hon stóð seg somikið væl. 4. sett Fjórða og seinasta settið var eins og tað triðja, burtursæð frá endaliga settúrslitinum. Bæði liðini kempaðu væl, og tað var sera javnt at kalla alt settið. Dráttur hevaði nógv á miðjuna til Helgu Nordendal og tí ungu Sólgerð Henriksen, og tá Marina Popovich var frammi fóru eisini nógvar hevingar út á kantin. Sum áður sagt so kláraði TB at lesa spælið av hjá Drátti, men Dráttur vístu hvat tær vóru gjørdar av. TB hevði settbólt í hesum settinum tá Marina Popovich fór aftur at serva. Støðan var 24-23 til TB, men við góðum sveviservum servaði Marina sigurin heim til Vágagellurnar. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Stjørnan vinnur og missir Hóast tær aftur hesa ferð kundu fegnast um tvey stig, so var lagið ikki gott í Klaksvík sunnudagin. Aftur hesa ferð mistu tær eina av stuðulsleikarunum Stjørnan-Tjaldur 36-21 (19-10) Hondbóltur Nei, tað er so heilt sikkurt, at vit hava ikki ráð til at missa enn meira fólk. Somikið kontantur var venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen, tá vit eftir dystin móti Tjaldrinum sunnudagin fingu orðið á hann. Orsøkin til hetta var, at Stjørnan tíðliga í dystinum misti Annika Ljósstein, tá hendan kom skeivt niður á gólvið. Dómurin frá læknanum var, at eini trý liðbond í fótinum eru tognað, og í øllum førum kann Annika rokna við at vera úti í einar tríggjar vikur. Frammanundan hevur Stjørnan eisini mist Adrianau Milodanovic, sum ikki verður tøk fyribils, so breiddin hjá Klaksvíksgentunum kemur veruliga at standa sína roynd komandi dystirnar. Júst breiddin er tó kanska meira enn nakað annað styrkin, sum Stjørnan hevur fram um hini liðini. Sunnudagin tóktist í øllum førum greitt, at Tjaldur so slettis ikki hevur nakað at skula mótvegis verandi føroyameistarunum. Endaliga úrslitið gjørdist 36-21 til heimaliðið, og úr Klaksvík frættist, at sigurin sum einki kundi verið væl størri. Hjá Tjaldrinum var tað so at siga bert nýggi jugoslavin, sum vísti tenn, og skeyt hon 11 av teimum 21 málunum hjá gestunum. Ivaleyst eru vónirnar hjá Tjaldur um stig nær tengdar at avrikunum hjá nýggja leikaranum. Móti Stjørnuni rakk hetta ikki, og annað var helst ikki væntandi, men nú tykist tað í øllum førum meira sannlíkt, at Tjaldur fer at gera onkran vørr hetta kappingarárið. Dystyurin í tølum Málskjúttar: Stjørnan: Anna K. Samson 10, Vesna Tomajek 8(1), Bára Skaale 5, Joan M. Joensen 5, Vesna Radovic 4, Una Olsen 3, Annika Ljósstein 1 Tjaldur: Melica Ergic 11(4), Beinta Joensen 6, Heidi Jacobsen 3, Kristine Ellingsgaard 1 Brotskøst: Stjørnan 4, Tjaldur 3 Útvísingar: Tjaldur 2 Dómarar úr H71: Kristian M. Skála og Petur S. Dahl Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Nú er hugaligari Nústaðni byrjar kappingin fyri okkara viðkomandi, helduyr Sverri Justinussen. Orsøkin er fyrst og fremst nýggju útlendingarnir á liðnum, og sunnudagin vóru hesir við til at tryggja Tjaldrinum fyrstu stigini Tjaldur-KÍF 29-10 (16-8) Hondbóltur Tað er einki dulsmál, at byrjanin upp á kappingarárið hjá Tjaldrinum hevur verið alt annað enn góð. Felagið hevði annars brynjað seg út til hetta árið, og í summar varð avtala gjørd við Jacob Jónsson, um at hann skuldi standa fyri venjingini í vetur. Sum kunnugt, so varð hetta tó av ongum, og ikki fyrr enn nú tykist skil at vera komið í hondbóltin í Runavíkini. Tað var sjálvandi ein dyggur smeitur hjá okkum, tá Jacob stakk av. Vit vóru kanska ikki so nógvir, sum vandu, men eg veit at fleiri høvdu í umbúna at koma, men tá datt alt so niðurfyri, sigur Sverri Justinussen. Nú hava vit so fingið fatur á tveimum útlendskum leikarum, harav málverjin eisini hevur lokið venjaraútbúgving, so nústaðni byrjar árið hjá okkum. Enn er tó nógv, sum restar í, og kanska er tað serliga orkan, sum skal betrast, so at stigini verða býtt í helvt eftir grundspælið, er bert til fyrimuns hjá okkum. Í dystinum móti KÍF sá tó ikki út til, at runavíkingarnir ikki orkaðu nóg væl, og Sverri ásannar eisini, at longu nú er nógv betrað hjá teimum. Vit hava vant fýra ferð hesa vikuna, og tað er so í øllum førum nakað spildurnýtt hjá okkum. Tað hava verið einir 12-14 mans til venjingarnar, og hugurin at spæla er so avgjørt batnaður heilt nógv. Dysturin móti KÍF vil eg siga varð avgjørdur í fyrra hálvleiki. Vit vunnu okkum eina trygga leiðslu hampuliga skjótt, og so varð hendan útbygd allan hálvleikin. Í seinna hálvleiki hildu vit so fast um hesa, og sigurin kom so at siga ongantíð í vanda. Í mun til hinar dystirnar hjá okkum haldi eg, at vit nú eru nógv ágrytnari. Menn tóktust rættiliga uppsettir, og serliga riggaði verjuparturin væl, umframt at málverjin aftur stóð ein sera góðan dyst. At tað nú verður meira hugaligt at spæla hondbólt í Runavíkini, er Sverri heldur ikki í iva um. Vit tykjast nú at hava eitt hampuliga fast fólkagrundarlag, ístaðin fyri sum i fjør, tá liðið so at siga varð skavað saman til hvønn dyst. Alt hetta ger sjálvandi, at hugurin at spæla nú er nógv betri, sigur Sverri Justinussen at enda. Dysturin í tølum Málskjúttar: Tjaldur: Sverri Justinussen 9(2), Zoran Savicevic 6(5), Sveinur í Heiðunum 5, Mortan Hansen 4, Jens Martin Knudsen 3, Ken Bærendsen 1, Arnfinn Langgaard 1 KÍF: Durica Tomic 6(2), Eddie Joensen 4, Vagnur Johannesen 4, Petur Martin Johansen 3, Fríðrik Joensen 2, Sune Davidsen 1 Brotskøst: Tjaldur 11, KÍF 3 Útvísingar: Tjaldur 2, KÍF 4 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo VÍF heldur kósina Torføri útidysturin í Vági kastaði tvey stig av sær, og saman við Stjørnuni tykjast vestmannagenturnar at hava sett kós móti ovastu tindunum VÍF-VB 23-26 (10-13) Hondbóltur Einki er at taka seg aftur í, at VÍF kvinnurnar nú tykjast hava fingið nokk av, at tað bert eru menninir í bygdini, sum draga skreytlutir heim við sær. Í øllum førum tykist tað í ár soleiðis, at kvinnuliðið úr Vestmanna eisini skal hava okkurt orðið at siga, tá heiðursmerkini skulu býtast út við kappingarárslok. Bert eina ferð eru tær higartil í ár farnar av vøllinum uttan fulla úrtøku, men ivaleyst munnu tær eisini vera nøgdar um stigið, sum tær fingu í Klaksvík. Í aðrar mátar hevur úrtøkan verið 100%, og soleiðis var eisini, tá tær um vikuskiftið vóru í Vági. VB ov stuttar Her var talan annars ikki um nakran lættan dyst, og tað leikaði eisini sera javnt á til tíðir. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk VÍF tó skrykt seg avgerandi leyst av mótstøðuni, Besti málskjútti hjá VÍF var sum ikki einaferð Ioana Rapa, sum í hesum dystinum fekk sjey mál. Kanska ikki so nógv, tá hugsað verður um máltøl hennara tey bæði undanfarnu árini, men hinvegin er hetta eisini eitt gott tekin fyri VÍF. At tað eisini eru aðrar á liðnum, sum megna at seta bóltarnar í kassan. Hjá VB var tað serliga Regina Rádó, sum gjørdi um seg, men hesu ferð vóru 12 mál frá hennara síðu ikki nóg mikið. VB hevur nú tikist við hini bæði liðini, sum frammanundan vórðu roknað til favorittarnar saman við VB, og báðu ferðirnar hevur úrslitið verið eitt tap. Tað var kanska væntandi, at VB fór at geva hesum liðum størri mótstøðu, men kappingin er framvegis ung, og væl kann tað fara at henda seg, at tær úr Vági fara at gera onkran vørr seinni á árinum. Fyri fyrst er tó líkt til, at tær fara at gerast ov stuttar. Dysturin í tølum Málskjúttar: VB: Regina Rádó 12(6), Andrea Lütz 4, Gurið Mortensen 4, Eyðbritt Krosslá 1, Maria Winther 1, Sólrun Krosslá 1 VÍF: Ioana Rápa 7(2), Soleyð Mikkelsen 6(3), Randi Kúrberg 4, Fríða Marjunardóttir 3(1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 3, Johanna Høgnesen 3 Brotskøst: VB 6, VÍF 8 Dómarar úr Kyndil: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Fokus Uni Wardum helt eftir dystin, at tað er ein einstøk orsøk, sum fram um aðrar hevur viðført, at spælið hjá Kyndli nú gongur betri. Vit fokusera meira upp á sjálvt spælið, heldur enn at brúka tíð til at skelda dómarar og annað. Hetta gevur eisini færri útvísingar í okkara part, soleiðis at tað ikki gerst ov tungt at spæla. Harumframt haldi eg eisini, at spæligleðin er størri nú. Hetta gevur størri hugflog í spælinum, samanhaldið er betri og alt í alt eru vit sum lið betri nú, enn vit vóru, tá kappingin byrjaði Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Ræðuligt Eg havi ikki orð fyri, hvussu tað kendist hjá mær undan dystinum, men tað var so avgjørt ikki stuttligt. Soleiðis málbar kyndilsmálverjin, Jens Skipagøta, tá vit eftir dystin spurdu hann, hvussu tað var at spæla móti gomlu liðfeløgunum. Meðan dysturin so gekk á, hugsaði eg slettis ikki um tað, sum sagt, so hevði eg tað ikki serliga gott undan dystinum Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Gongur framá hjá Kyndli Eftir eina sera laka byrjan upp á kappingarárið tykist Kyndil nú at vera á veg upp eftir stigatalvuni. Sunnudagin varð H71 sent sent stigaleyst niðan í Hoyvíkingina H71-Kyndil 22-29 (9-15) Hondbóltur Eftir at teir fytrstu umførini áv landskappingini hava havt stórar trupulleikar av at koma ígongd, tykist tað nú at ganga rætta vegin hjá Kyndli. Undanfarna vikuskifti vóru teir meira enn nær við at basa strandingum, og sunnudagin bygdu teir víðari á tey positivu elementini úr tí dystinum. Virkaðu sum lið Størsta einstaka orsøkin til sigurin á H71 var, so løgið tað ljóðar, at Kyndil hevði betra liðið. Við hesum verður meint, at Kyndil veruliga spældi sum eitt lið. Verjuparturin stóð seg til tíðir framúr væl. Í álopinum yvirhildu menn sínar avtalur, og ikki minst, so var tað eisini sjónligt, at leikararnir alla tíðina bakkaðu hvønn annan upp. Hjá hoyvíkingum stóð ikki eins væl til í so máta. Stefan Dorofte var ikki tøkur vegna skaða, og hetta viðførdi, at byrðarnar í alt ov stóran mun lógu á herðunum hjá Halgiri Dahl Olesen. Halgir spældi eisini ein sera góðan dyst, og gjørdist eisini greiður toppskjútti hjá sínum liði, men einsamallur kundi hann ikki lyfta H71 upp á støði hjá Kyndli. Sum tað sæst av dystarhagtølunum, so skeyt Halgir ikki færri enn 13 mál, men hetta tal kundi eins væl verið hægri. Hevði tað ikki verið fyri fyrrverandi liðfelagin í kyndilsmálinum, Jens Skipagøta, kundi máltalið væl táttað ímóti teimum 20. Serliga ta einu løtuna í seinna hálvleiki lá væl fyri hjá grøna hoyvíkinginum, og var tað eisini um hetta mundi, at Kyndil rættiliga fekk skrykt seg leyst. Úrmælingarnir Sum nevnt omanfyri, so var talan hjá Kyndli um eitt satt liðavrik, men á liðum er tíbetur eisini loyvt at hava onkrar úrmælingar, og tað hevði Kyndil so sanniliga eisini. Serliga tóktist Bjarni Wardum at vera í flokki fyri seg í álopspartinum. Skotini eru varierað og finturnar fleiri, so hvørki verja ella málverji megnaðu at rokna út, hvat næsta trekk hansara fór at verða. Harumframt tykist tað nú eisini, sum um Jónleif Sólsker nú rættiliga er um at verða spældur inn á kyndilsliðið. Sunnudagin sýndi hann í fleiri førum, hví hann av mongum verður roknaður sum besti spælskipari í landinum. Eisini sum spælstýrari royndist hann væl, og saman við Una Wardum at kalla dikteraði hann, hvussu leikferðin í dystinum skuldi vera. Kann gerast spennandi Tað er helst einki dulsmál, at Kyndil eins og vanligt hevur ætlanir um at gera seg galdandi í toppinum, har tað í løtuni er líkt til, at VÍf skal vera einaráðandi. Heilt upp á støðið hjá vestmenningum munnu kyndilsmenn neyvan koma í ár, men hinvegin er nógv, sum bendir á, at Kyndil væl kann gerast ein ov stórur biti hjá hinum liðunum. Liðið er ein góð blanding av yngri og meira royndum kreftum, og teir báðar seinastu dystirnir hava leikararnir sýnt, at teir veruliga megna at spæla sum eitt lið, har allir stríðast hvør fyri øðrum. Hevði liðið fingið ein ordiligan skjútta afturat Bjarna, hevði tað helst sæð heilt gott út, men fyri fyrst mugu teir so klára seg uttan ein slíkan. Hjá hoyvíkingum tykist støðan ikki vera heilt so góð, men staðfestast má framvegis, at tað gongur framá, sæð í mun til seinasta kappingarár. Størsti trupulleikin hjá teimum er, atbreiddin í hópinum ikki er nóg stór. Hesu ferð var hetta mest sjónligt í álopspartinum, har so at siga alt hvíldi á Halgir. Í mun til undanfarna kappingarár er tó stór framgongd at síggja hjá H71. Enn restar nakað í, men liðið tykist aftur vera ávegis til at gerast ein faktor í føroyskum hondbólti. Dysturin í tølum Málskjúttar: H71: Halgir Dahl Olesen 13(3), Johnny Durhuus 3, Hallur Danielsen 3, Rolf Mouritsen 2, Anfinn N. Debes Kyndil: Bjarni Wardum 10(3), Janus Einar Sørensen 6, Høgni Klein 4, Jónleif Sólsker 3, Uni Wardum 2, Róar Nielsen 2, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Heini Bendtsen 1 Brotskøst: H71 4, Kyndil 3 Útvísingar: H71 2, Kyndil 4 Dómarar úr Tjaldur: Dánial Hansen og Kári Hansen. Tóktust at hava tamarhald á dystinum alla tíðina, men tað hevði tó verið ynskiligt, at spælarar vórðu revsaðir harðari fyri støðuga togaríið í verjuspælinum. Jóannes Hansen - jakup@sosialurin.fo Herfølge er á botninum Tað ljóðar í danska fótbóltsheiminum, at møguleiki er fyri, at John Faxe Jensen longu í vetur fer úr felagnum Superliga Tað er stórur munur á, hvussu fótbóltslagið var í Herfølge í góðveðrinum tíðliga í summar, og so tí, sum er í heystarveðrinum í lítla býnum á Sælandi. Fyri einum lítlum hálvum ári síðani vóru áskoðararnir nógvir, tað var tætt millum sigrarnar, og tað endaði við, at Jákup Mikkelsen og teir stóðu við gullkrónum um hálsin, stórum DM steypi í føvninginum og atgongumerkjum til innleiðandi umfarið í europeisku meistarakappingini. Nú er Herfølge næstaftast í superliguni. Í kvøld skulu Jákup Mikkelsen og teir spæla á heimavølli í UEFA Cup. Áskoðaratalið verður neyvan nakað serligt omanfyri tey eitt túsund. Dysturin í Aten varð taptur 5-0, og John Faxe Jensen og hansara menn hugsa nú fyrst og fremst um, hvussu teir skulu sleppa upp um niðurflytingarstrikuna. Komandi vikuskifti skulu teir spæla í Århus ímóti AGF, sum tær síðstu vikurnar hevur havt so blíðan byr, at alt talar fyri heimasigri. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað hjá Herfølge verður uppaftur longri upp til eitt av liðunum, sum teir higartil hava kappast við. Órógv kring venjaran Umframt soltnu úrtøkuna, so skulu teir í Herfølge nú eisini hugsa um venjaraspurningin og um, hvussu tað verður við spælaratilfari komandi ár. John Faxe Jensen hevur sáttmála við Herfølge fram til summarsteðgin. Tað hevur ljóðað, at samráðingar hava verið millum venjaran og felagið um nýggjan sáttmála, men so hevur eisini ljóðað, at venjarin hevur samráðst aðrar vegir. Í vikuskiftinum ljóðaði, at John Faxe Jensen samráðist við AB. Tað var til hetta felagið, at Ole Mørch í síni tíð fór, tá hann fór úr venjarastarvinum í Herfølge. Síðani summarsteðgin hevur gingið av skriðuni hjá AB, og nú ljóðar, at ætlanin er, at John Faxe Jensen skal hava ábyrgdina longu í vetrarsteðginum. Hesi tíåðindini eru avgjørt ikki nakað, sum betrar um lagið í Herfølge. Spurningurin er eisini, hvussu tað verður við spælarunum komandi ár. Tað veldst ikki minst um, um felagið framhaldandi fer at spæla í bestu deildini, ella um teir flyta niður í næstbestu deildina. Ein av spælarunum, sum bara hevur sáttmála fram til summarsteðgin, er Jákup Mikkelsen. Reglurnar siga, at tað er spælarunum loyvt at samráðast við onnur feløg, tá eitt hálvt ár er eftir at sáttmálaskeiðnum. Enn hevur Jákup Mikkelsen einki sagt, um onnur feløg hava følt seg fyri, men tað er einki at ivast í, at tað hevði verið ein ítróttarlig avbjóðing hjá føroyska landsliðsmálverjanum at komið til okkurt annað felag nú. Jákup hevur verið í Herfølge síðani á sumri í 1994. Taptu enn eina ferð Fríggjakvøldið hevði Herfølge vitjan av Lyngby, sum telist millum oddaliðini. Í 1. hálvleiki var tað sera sjónskt, at talan var um uppgerð millum topp og botn. Lyngby legði stórt trýst á heimaliðið, og tá fyrra umfarið var hálvrunnið høvdu teir longu fingið tvey mál. Hitt fyrra varð stútað eftir horna, og hitt seinna var ein heppin takling av brotsteigarmarkinum, sum Jákup Mikkelsen ongan møguleika hevði at gera nakað við. Beinanvegin eftir steðgin økti Lyngy til 3-0, og teir høvdu fleiri møguleikar at skora uppaftur fleiri mál. Miðvøllurin hjá Herfølge, sum leið undir at tríggir stuðulsspælarar vóru leikbannaðir, var sera tunnur. Fleiri ferðir fingu mótstøðumenninir høvi at renna einsamallir ímóti málinum hjá Herfølge, men teir fingu ikki fleiri mál, n. a. tí Jákup Mikkelsen dugdi væl at lesa støðurnar av. Eftir 65 minuttir og 84 minuttir minkaði Herfølge um munin. Men tað gjørdist ongantíð rættuligur spenningur um, hvagar sigurin og tey trý stigini skuldu fara. Sandoyarferjan endiliga komin Týsmorgunin kom nýggja sandoyarferjan, Teistin, spakuliga inn á Skálafjørðin. Hon sigldi ikki við egnari megi, men varð togað av einum sleipibáti Jústinus Leivsson Eidesgaard Er tú ikki ov nær, so sær nýggja sandoyarferjan heilt liðug út. Kemur tú nærri, so er skipið ikki meira enn hálvliðugt. Alt hevur gingið skeivt við hesum skipinum. Fyri tað fyrsta, so kláraði polska skipasmiðjan, sum skuldi smíða skrokkin, als ikki at halda seg til sáttmálan og megnaði ikki at halda tíðina. Tað endaði við, at føroyska skipasmiðjan segði sáttmálan upp og flutti skrokkin á eina aðra polska skipasmiðju, fyri at gera skrokkin lidnan. Men heldur ikki her hevur arbeiðið gingið væl. Og omaná tað heila, so hevur gingið striltið at sleipa ferjuna heim, tí veðrið hevur verið so vánaligt. Ferjan skal nú gerast liðug inni á skipasmiðjuni á Skála og miðað verður ímóti at lata Strandferðsluni ferjuna í mars komandi ár. Tað verður tó ein stríggin uppgáva, tí seinkingarnar í Polen og veðurgudarnar hava skarvar tríggjar mánaðar av teim átta, sum skipasmiðjan hevði sett av til at gera ferjuna lidna. Tá allir trupulleikar eru loystir, so hava sandoyingar fingið eitt samferðsluskip, sum er skræddaraseymað til mangan lumpnu viðurskiftini í Skopunnar og Hestfirði og ikki um at tala í lúnutu Skopunnar Havn. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Lágtrýstið yvir Ermasundi fer spakuliga í landnyrðing og grynnist. Hátrýstið vestan fyri Írland stendur mestsum í stað, og ein hátrýstryggur til Íslands verður yvir Føroyum hósdagin. Veðrið í dag: Strúkur í vindi ella hvassur vindur av landnyrðingi og norðI og stundum avfall, partvís vátaslettingur. Hitin millum 1 og 4 stig. Veðrið hósdagin: Hann minkar vindin niður í lot av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum frostmarkið og 3 stig. Um kvøldið veksur hann vindin av landsynningi. Veðrið fríggjadagin: Hnn veksur vindin upp í hvassan vind ella skrið av landsynningi og fyrrapartin avfall, sum møguliga byrjar sum vátakavi, annars regn. Seinnapartin minni vindur av útsynningi og ælingur. Hitin kemur upp í 4 til 7 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Strúkur í vindi ella havssur vindur av eystri og landnyrðingi og ælingur. Hitin millum 4 og 8 stig. Í gjár: Lágtrýstið yvir Ermasundi fer spakuliga í landnyrðing og grynnist. Í dag: Hátrýstið vestan fyri Írland stendur mestsum í stað, og ein hátrýstryggur til Íslands verður yvir Føroyum hósdagin. FUR nýggja stjórn Á landsfundinum hjá Føroya Ungdómsráð, sum var leygardagin 28. oktotber varð nyggj stjórn vald. Jákup av Skarði, sum hevur verið formaður seinastu fýra árini, stillaði ikki upp aftur. Nýggur formaður er Andrea Eldevig. Nývald í stjórnina eru Lív Maria Patursson og Johan C.Z. Nielsen. Hini í stjórnini eru Súsanna Toftegaard, Jan Dam Vang og Niklas Winther. Á landsfundinum varð Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, útnevndur til verja fyri skipaðu barna- og ungdómsfelagsskapirnar og fekk hann handað gullnál FURs. Tingfundir aftur í tinghúsinum Ting- og landsstýrisfólk uttan fyri Løgtingið 2. november 2000: Aftast: Óli Breckmann, Finnur Helmsdal, Eyðun Elttør, landsstýrismaður, Jákup Sverri Kass, Karsten Hansen, landsstýrismaður, Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, Hans Pauli Strøm, Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, Jákup Suni Joensen. Annað rað: Kristian Magnussen, Páll á Reynatúgvu, Alfred Olsen, Sámal Petur í Grund, Marjus Dam, Flemming Mikkelsen, Hergeir Nielsen, Jógvan Lützen, Jóanis Nielsen, Henrik Old, Rúna Sivertsen, Jógvan á Lakjuni. Fremst: Annita á Fríðriksmørk, Heðin Mortensen, Hans Tausen Olsen, Vilhelm Johannesen, Edmund Joensen, Finnbogi Ísakson, tingformaður, Heini O. Heinesen, Eyðun Viderø, Finnbogi Arge, Katrin Dahl Jakobsen og Lisbeth L. Petersen Seinasta hósdag setti Finnbogi Ísakson, tingformaður, fyrsta tingfundin í nýumvælda tinghúsinum Søguligur tingfundur John Johannessen Hósdagin í farnu viku savnaðust tingfólk fyri fyrstu ferð í nýumvælda tinghúsinum, sum uttan er vorðið ein stásilig býarmynd. Finnbogi Ísakson, tingformaður, setti tingfundin klokkan hálvgum tvey seinnapartin. Tingsalurin var nærum fullur hendan hósdagin 2. november ár 2000. Á tingfundinum var bert ein av teimum 32 tingsessunum tómur. Hetta var sessurin hjá Jógvani Djurhuus, løgtingsmanni fyri Tjóðveldisflokkin. Av landsstýrissessunum vóru allir mannaðir, uttan sessurin hjá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni í undirvísingar- og mentamálum. Fundurin var ikki drúgvur, hóast heili sjey mál vóru á dagsskránni. Talan var bert um atkvøðugreiðslur. Fyrst á skránni var val av løgtingsins umboðsmanni. Formaðurin mælti til at velja Joen H. Andreassen, sorenskrivara, til fyrsta løgtingsins umboðsmann í Føroya søgu. Hesin varð valdur við 31 atkvøðum fyri, ongari blankari og ongari ímóti. Næstu fimm málini vóru atkvøðugreiðslur um fyrispurningar, og varð í øllum førum samtykt, at fyrispurningarnir skuldu svarast. Áðrenn framløguna hjá løgtingsformanninum varð síðani atkvøtt við aðru viðgerð um samsýning og løn til løgtingsins umboðsmann. Samtykt varð við 31 atkvøðum fyri, ongari blankari og ongari ímóti, at løgtingsins umboðsmaður skal lønast eftir 40. lønarflokki. Uppskotið fór sostatt samtykt til triðju viðgerð. Tá tingfundurin var liðugur klokkan 13.40 stillaðu ting- og landsstýrisfólk upp uttan fyri tinghúsið, so Sosialurin kundi taka fyrstu felagsmyndina av løgtinginum uttan fyri nýggja tinghúsið. John Johannessen - john@sosialurin.fo Samráðast áðrenn fólkið verður kunnað Landsstýrið ætlar sær ikki at koma við ítøkiligum viðmerkingum til nýggju sjálvstýrisætlanina, fyrr enn samráðingar aftur hava verið við danir Løgmaður hevur á Norðurlandaráðsfundinum í Reykjavík fleiri ferðir tosað óformelt við danska forsætisráðharran, Poul Nyrup Rasmussen, um nýggja sjálvstýrisleistin hjá landsstýrinum. Men løgmaður vil ikki siga, hvat tilfar hann hevur latið danska forsætisráðharranum, og heldur ikki vil hann siga, um samrøðurnar hava givið betur útlit fyri eini semju millum Føroyar og Danmark í ríkisrættarliga spurninginum. Løgmaður er í veruleikanum ógvuliga tigandi, tá hann verður spurdur um nýggja sjálvstýrisleistin hjá landsstýrinum. Og so tigandi ætlar løgmaður at halda fram at vera, til landsstýrið og danska stjórnin aftur hava sitið við samráðingarborðið. Vit hava almannakunngjørt nýggju koyriætlanina fram ímóti fullveldinum, men vit ætla okkum ikki at koma við ítøkiligum viðmerkingum til smálutirnar í ætlanini, fyrr enn vit hava samráðst við donsku stjórnina, sigur løgmaður. Anfinn Kallsberg sigur, at tað er á fyrsta samráðingarfundinum, at smálutirnir í ætlanini verða avgjørdir, og tí ber ikki til at melda út um teir, fyrr enn hesin samráðingarfundurin hevur verið. Góð samráðingarstøða Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, sigur, at landsstýrið gjøgnum samráðingarnar higartil hevur fingið nógv grundleggjandi tilfar, sum nýggja ætlanin kann byggjast á. Men Helena Dam á Neystabø vil ikki greiða nærri frá hesum tilfari, somuleiðis sum hon heldur ikki vil siga nakað annað ítøkiligt um innihaldið í nýggju ætlanini enn, at talan er um eina ætlan, har vit tøma heimastýrislógina og niðurlaga blokkin fram móti føroyskum fullveldi. Tað er avgerandi, at vit nú varðveita góðu samráðingarstøðuna. Tí er best, at vit halda okkum til koyriætlanina, sum landsstýrið er vorðið samt um, sigur Helena Dam á Neystabø. Helena Dam á Neystabø vil, eins og løgmaður, ikki siga, um danski forsætisráðharrin hevur fingið nakað tilfar um nýggju ætlanina á óformellu fundunum við løgmann. Tað einasta, eg kann siga, er, at danski forsætisráðharrin hevur fingið nógv tilfar gjøgnum samráðingarnar higartil, sigur Helena Dam á Neystabø. Fáa tingini upp á pláss Eins og løgmaður, heldur Helena Dam á Neystabø, at føroyska fólkið má bíða við at fáa at vita smálutirnar í nýggju ætlanini hjá landsstýrinum til fyrsti samráðingarfundurin við donsku stjórnina hevur verið. Tað er ymiskt, sum vit skulu fáa upp á pláss við donsku stjórnina, áðrenn fólkaatkvøðuna í apríl 2001, tá fólið sleppur at taka støðu til ein nágreiniligan spurning, sigur Helena Dam á Neystabø. Men hvør hesin nágreiniligi spurningurin verður, er torført at fáa at vita. Fólkið skal taka støðu til, um vit skulu tøma heistýrislógina og minka blokkin niður í einki eftir einum ávísum áramáli, tit vit fáa fullveldi, eru boðini frá landsstýrinum. Men áramálið vil landsstýrið ikki koma nærri inn á fyrr enn eftir fyrsta samráðingarfundin. Tó hevur Høgni Hoydal nevnt 2006, sum eitt mark, men hesum hava Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin víst aftur. John Johannessen - john@sosialurin.fo Útvarpið biður um umbering Útvarpsstjórin biður í brævi Jóannes Eidesgaard um umbering fyri, at hann í táttinum >>Plettskot<< varð ærumeiddur í leygarkvøldssendingini 28. oktober Jógvan Jespersen harmast um tilfarið, Útvarpið leygarkvødlið 28. oktober sendi út í luftina í táttinum >>Plettskot<<, sum er komin í staðin fyri speisku viðmerkingarnar hjá Høgna Djurhuus seinastu vetrarnar. Evnið í táttinum hetta kvøldið var ríkisrættarliga støðan, og nýtti Egi Dam, sum tá stóð fyri Plettskotinum, høvið til beinleiðis og óbeinleiðis at kalla Jóannes Eidesgaard fyri landasvíkjara. Hetta vildi Jóannes Eidesgaard ikki hava sitandi á sær, og kærdi hann tí til útvarpsstjóran um sendingina og vísti á heilar níggju setningar, sum hann metti vera revsiverdar ærumeiðandi skuldsetingar. Útvarpsstjórin tekur undir við skuldsetingunum og ásannar í brævi til Jóannes Eidesgaard, at eingin ivi skal vera um, at í táttinum verður orðið landasvik brúkt í fleiri førum í sambandi við støðutakanina hjá Javnaðarflokkinum og Jóannes Eidesgaard í málinum um framtíðarstøðu Føroya. Eingin ivi skal vera um, at hesin táttur ikki fylgir teimum reglum, sum galda fyri programmvirksemið hjá Útvarpinum, og hervið skal eg útvarpsins vegna geva tær eina umbering fyri, at tátturin er sendur, sigur Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, í brævi til Jóannes Eidesgaard. Í kæruni kravdi Jóannes Eidesgaard, at útvarpið las upp eina umbering í tíðindasendingini seinasta mánakvøld, um hann ikki skuldi stevna útvarpsstjóranum fyri rættin. Hendan umbering varð lisin upp, og ger Jóannes Eidesgaard tí einki meira við málið. Edvard Joensen - Edvard@sosialurin.fo Mentist í søgu og søgn Hanus A. Samuelsen varð føddur og vaks upp í mentanarbygdini Húsavík. Í barnaheiminum var væl av ognarjørð. Men hjá Hanusi var bókahugurin størri enn jarðarhugurin, og hann gjørdist skúlamaður burturav. Hann hevur nú starvast sum lærari í 40 ár Viðtal Fyrri partur Edvard Joensen Tilvildin gjørdi, at hann tríggjar ferðir byrjaði seinni enn hinir floksfelagarnir í skúlanum. Men kortini hevur hann verið í skúla alt lívið. Nú skúlaárið byrjaði aftur, vóru 40 ár liðin, síðan Hanus A. Samuelsen byrjaði sín læraragerning, og hann ætlar at halda fram. 10. september 1936 var aftur barnagrátur at hoyra í Skumpitoft í Húsavík. Langt var síðan seinast. Men hendan dagin átti Súsanna son, sum hon og maðurin, Óli, nevndu Hanus Antoniussen Samuelsen. Í hesum søguliga umhvørvinum í Húsavík vaks hin lítli Hanus upp. Har komu fólk á gátt, sum væl dámdu at práta og siga frá. Søguliga hendingar vórðu tiknar fram. Tosað varð um fólk, sum undan vóru farin og um tey, sum enn vóru uppi á døgum. Fólk, bæði úr bygdini og av bygd, stukku inn á gólvið, og nógv varð spurt og fregnað, kanska serliga tá avbygdarfólk kom á gátt. Av fólki, sum stakk inn á gólvið minnist hann Janus undir Leitinum í Húsavík og Hans á Mølini í Skálavík sum góðar frásøgumenn. Hin ungi Hanus hevði góðan hug at læra og sat undir tí, havt varð á máli. Honum dámdi væl søgurnar, og serliga stuttligt helt hann tað vera, tá sagt var frá ymsum fólki, sum hevði gjørt tað ella tað. Tað var ikki bara tað, greiðir Hanus frá, at tey søgdu frá, hvussu fólkini vóru. Tey spældu hesi fólkini. Hermdu eftir teimum. Soleiðis at skilja, at tey tosaðu sum hesi fólkini, sagt varð frá. >>Á tann hátt metti eg meg at kenna hesi fólkini, sum langt síðan vóru farin hiðani, men kortini tóktust hava vitjað heima hjá okkum<<, minnist Hanus í Skumpitoft. Gamalt umhvørvi Tað er helst eingin heilt nágreiniliga frásøgn um, hvaðani húsanavnið >>Skumpitoft<< kemur, sigur Hanus. Gamalt er, greiðir hann frá, at har vóru gamlar toftir á staðnum, ið mestsum lógu sum órudd. Tær vórðu so skumpaðar saman og brúktar sum støði at byggja nýggj hús á. Hesi húsini vórðu eftir hesum samanskumpaðu leivdunum nevnd >>Í Skumpitoft.<< Mansnøvnini í húsinum gingu upp á skift. Antinis og Hanus hava teir itið. Hanusarnavnið sigst ganga heilt aftur til Hans Tausen, danska trúbótarmannin, føddur í 1494. Oldabbasonur hansara, Hans, var faðir at Nicolai Hansen Tausen, ið kom úr Noreg til Føroya fyri góðum 300 árum síðan og var bartskeri og sýslumaður. Sonur hansara, Hanus, átti við seinnu konu síni í Skálavík Antinis, ið bygdi Skumpitoft fyri góðum 200 árum síðan. Abbasonur Hanusar, sum eisini eitur Hanus, er fimtanda ættarlið frá Hans Tausen og tann áttandi Hanus í røðini. Antinis navnið fall burtur ímillum, tá abbi Hanusar, sum eisini æt Hanus, bert fekk eina dóttur, sum nevnd varð Súsanna. Hon giftist Óla á Mýrini, og tey búsettust í Skumpitoft. Tilkomin fingu tey son, sum Óli vildi skuldi bera gamla navnið í húsinum. Sjálvur metti hann seg sum tilfluttan. Drongurin varð nevndur Hanus og fekk gamla ættarnavnið Anthoniussen, sum millumnavn, og komu soleiðis bæði Hanus og Antines nøvnini at verða borin víðari. Hanus A. Samuelsen greiðir frá, at abbi hansara, hin fyrr nevndi Hanus, vildi varðveita tey fornminni, sum vóru í Húsavík. Húsavík er søgulig bygd, har kanska mest Hústrúin hevur verið kend. Upp gjøgnum tíðina er so fallið frá, og toftirnar hava staðið eftir. Ikki hevur byggitilfar verið tað, mest hevur verið til av í Føroym, so fólk hava brúkt aftur slíkt, sum hevur verið við hondina. Soleiðis hevur eisini verið við toftunum í Húsavík. Abbin, Hanus í Skumpitoft, tann sætti, vísti tó hesum fornminnum ans og virðing og gjørdi nógv fyri at varðveita tey. Hesin ansur fór í arv til dóttur hansara, Súsonnu í Skumpitoft, sum mangur ferðamaður, ið vitjað hevur Húsavík seinnu helvt av tjúgundu øld, hevur hitt. Tað er vist ikki nágreiniliga staðfest, hvussu gomul bygd Húsavík er, sigur Hanus. Í Føroyingasøgu er Snæúlvur nevndur og í viðmerking sagdur at búgva í Húsavík, so har man ein tann elsta búsetingin í landinum vera. Skjalfast er, at Guðrun Sjúrðardóttir, Hústrúin, var har í 1403. Um hana eru tvær sagnir, sum eru heldur ólíkar. Onnur er, at hon var olmussugenta úr Skúvoy, sum fann gullhornið hjá Sigmundi og fyri tað keypti sær ta jørð, sum gjørdi hana til ríkastu kvinnu um hesa leiðir. Hin søgnin, sum meira livir í Húsavík, sigur hana vera komna úr Noreg. Og tað passar betri við tey skjøl, sum siga, at hon var úr Bergen og giftist til Húsavíkar. Rík hevur hon verið og átti jørð bæði í Noreg og Hetlandi, sum skjøl eisini prógva. Hugurin var til bókina Í Skumpitoft var ognarhús og væl av jørð var til. So mikið, at tá bar væl til at liva av tí. Væntandi var, sum natúrligt eisini var, at Hanus skuldi taka við og bera víðari. Men heilt tíðliga varð greitt, at hugur hansara var til bókina heldur enn til moldina. Pápin var eisini bókahugaður, men hansara umstøður á ungum árum gjørdu, at ikki var hugsandi um annað enn at vinna til lívsins uppihald. Ikki vildi hann forða soninum í at lesa, og tað er so komið túsundtals føroyskum studentaskúlanæmingum til góða hesi 40 árini, Hanus hevur undirvíst á Føroya Stundentaskúla. Løgið er tað kortini, minnist Hanus. Tá hann skuldi í skúla sjey ára gamal í september 1943, útsetti hann. Hann bíðaði til fyrsta november. So ein dag aftrat, men fór tó at enda í skúla nakrar mánaðar aftaná, at skúlagongdin átti at verið byrjað. Í Húsavík vóru tveir flokkar. Eldri og yngri flokkur. So eftir sum næmingurin var til, slapp hann upp í eldra flokkin. Ein lærari var at taka sær av báðum flokkunum. Hóast hugurin at lesa var góður, var ikki tað nógva av lesnaði at fáa hendur á. Onkuntíð hendi tað seg, at skúlin fekk bøkur til láns frá landsbókasavninum, og tær vórðu so lisnar við stórum áhuga. Nakað var í húsinum av avgomlum bókum, sum til dømis Heimskringla á donskum. Og tað varð sjálvandi alt lisið. Tá Hanus seinni kom til Havnar at ganga í skúla, og fann útav, at eitt veruligt bókasavn var, har bøkur bara kundu lænast, fór hann rættiliga at lesa. Um hesa tíðina fekk hann eisini fyrstu bindini av onkrum uppslagsverki, hann framvegis dagførir árliga, greiðir Hanus frá. Tað var nú ikki heilt vanligt tá í tíðini, at gingið varð í skúla longri fram, sigur Hanus. Tað var ikki ein og hvør, sum fór í skúla. Tað var meira siðbundið. Akademikarabørn og so onkur hendingur aftrat, sum hevði góðar peningaligar umstøður ella serliga góðan hug. Og ikki lá tað soleiðis í kortunum heldur, at hann skuldi lesa og gerast skúlamaður burturav. So hendi tað, greiðir Hanus frá, at Árni Olsen, fyrrverandi yvirlækni, sum er giftur við systkinabarni Hanusar, fór at tosa við Thomas Nygaard, sum var rektari á Føroya Studentaskúla, um at lata Hanus sleppa á preliminerskúlan. Árni helt, at tað var skeivt, at hesin evnagóði drongurin ikki skuldi fáa nýtt sínar andaligu gávur. Nygaard var lagaligur og beyð honum at koma á skúlan, hóast skúlaárið var byrjað. Enn einaferð kom Hanus ov seint í skúla. Hann byrjaði ikki fyrr enn eftir jól. Triðja januar fór hann so til Havnar. Og tað, at koma úr Húsavík til Havnar, var ein rættiliga stór broyting í lívinum, minnist Hanus. Tað er ikki lætt, sigur hann, at koma soleiðis inn í ein flokk, sum frammanundan er samansjóðaður. Tú kemur fremmandur inn í ein flokk, har fólkini longu kenna hvønn annan. Tú skalt inn um ein garð, sum hinir næmingarnir longu hava laðað. Preliminerskúlin var tvey ára skeið, sum kanska serliga var ætlað bygdarbørnum, sum bert høvdu gingið í barnaskúla, greiðir Hanus frá. Í 1959 verður hann broyttur til realskúla, sum var trýára skeið. At lesa var tað heilt stóru upplivilsið hjá Hanusi, minnist hann. Hann las alt, sum var at lesa. Og tað, at hann bert gekk hálvtannað ár í preliminerskúlanum, var eingin forðing fyri at sleppa víðari til studentaskúlan. Hanus greiðir frá, at honum dámdi at kalla øll fak líka væl. Tað veri seg rokning, matematikk, fysikk, søgu, mál og hvat nú var. Og tá hann skuldi í studentaskúlan, kundi tað mestsum gera tað sama, hvørja deild hann fór á. Hann valdi matematisku deild. Hanus tók matematiskt studentsprógv í 1956. Tey vóru bara átta studentar tað árið. Av teimum eru tveir ikki meira á lívi. Nøvn í vikuni Formaðurin leggur frá sær Bygdarráðsformaðurin í Sandavági seinastu tvey valskeiðini, Suni Joensen, stillar ikki upp aftur til kommunuvalið 21. november. Suni Joensen hevur verið bygdarráðsformaður í Sandavági trý valskeið í tveimum umførum. Og næstformaður hevur hann verið eitt skeið. Suni Joensen varð fyrstu ferð valdur í bygdarráðið í Sandavági á valinum í 1980. Hann gjørdist tá formaður og sat í hesum sessinum tað valskeiðið. Á valinum í 1988 varð hann aftur valdur í bygdarráðið, og var næstformaður fram til valið 1992. Bæði í 1992 og í 1996 varð hann afturvaldur og hevur verið bygdarráðsformaður í Sandavági hesi bæði valskeiðini. Hesi bæði seinnu valskeiðini hava verið sera strævin. Tað vita øll, sum hava verið í politikki, tað verið seg lands- ella kommunalpolitikki, at nítiárini hava tikið fast. Men Sandavágs Kommuna, við Suna Joensen við stýrisvølin, er sloppin so heilt hampiliga snikkaleys gjøgnum kreppuna, sum var. Í dag er nettoskuldin hjá Sandavágs Kommunu heilt nær >>nullinum<<. Og tað er ikki tí at bara er spart, og einki er gjørt í kommununi. Suni Joensen sigur, at ein orsøk til, at hann gevst nú, er nýggja kommunulógin. Hon krevur, at ein kommuna á stødd við Sandavágs Kommunu skal hava bygdarráðsformann í starvi í hvussu er hálva, og helst fulla tíð. Suni Joensen metir ikki, at hann hevur orku at røkja eina so krevjandi uppgávu umframt sítt borgarliga starv, sum er at vera tannlækni í Sandavági. Formaðurin í Sørvági leggur eisini frá sær Petur Kruse, bygdarráðsformaður í Sørvági telist eisini millum teirra, sum ikki stilla upp aftur til valið hesarferð. Petur Kruse er 51 ára gamal, sonur Andrias Vilhelm Kruse av Eiði og Olivu Katrinu f. Danielsen úr Sørvági. Petur er giftur Biritu Gunnarsdóttur úr Vestmanna. Petur tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1975 og hevur verið lærari í Miðvágs/Sandavágsskúla síðani 1976. Hann var á ársskeiði á Danmarks Højskole for Legemsøvelser í 1975/76. petur hevur verið bygdarráðsformaður í Sørvági síðani 1993. Petur Kruse hevur skrivað bókina um Sørvágs krikju 1886-1986. 60 ár Seinasta leygardag fylti kendi útróðrarmaðurin Rodmund Joensen úr Sørvági 60 ár. Rodmundur er ein maður sum hevur eina toskatrúgv á, at tað ber til at breyðføða seg av tí sum okkara fongríka hav gevur. Hann kennir hvørt mið á hansara leiðum, hvørt frávik í rákinum og hann er so royndur sum útróðrarmaður, at hann kann sanna, at ein vánalig streymloysa kann roynast verri enn ein góð mysing. Og hann trýr upp á útróðurin í framtíðini. "Nú eru viðurskiftini vorðin munandi betri. Vit hava fingið uppboðssølu her vesturi og tað tekur bert nakrar fáar minuttir at sleppa av við fiskin. Fyrr mátti hvør fiskur yvir høvd. Vit kunnu egna nógv nú, í tí tíðini vit hava vunnið við skjótu avreiðingini. Og so er prísurin frálíkur. Tað snýr seg slett ikki longur um at fáa so stóra nøgd sum gjørligt. Tað lættir, sigur Rodmundur Joensen. Og Rodmundur tekur tað meira róligt nú. Hann hevur seyð, so um heystið kemur lítið burturúr og november hevur viðrað illa. Men hjá mær eru krøvini ikki so stór, eg eri gamal drongur og eg eigi bátin sjálvur, so tað leikar ikki so hart á, sigur Rodmundur. Rodmundur hevur verið útróðrarmaður alt lívið. Hann hevur eitt stutt skifti verið við trolara, men annars hevur hann hildið seg til húkin undir Føroyum og í Grønlandi við. je ODDAGREIN: Al Gore ein forðan fyri høgrasnaring Í gjár kjósaðu amerikanarar sær nýggjan forseta. Valið stóð millum demokratiska Al Gore og republikanska George W. Bush. Stórur spenningur er um hetta tað mest týðandi forsetavalið í USA í næstan hálvthundrað ár. Ikki bert í USA er stórur spenningur. Eisini í okkara egna heimsparti verður fylgt væl við valinum, tí úrslitið kann koma at hava týdning fyri Europa eisini, ikki minst á tí trygdarpolitiska økinum. Meðan Al Gore vil halda fram við at brúka amerikanskar hermenn, har tað leikar hart á langt frá amerikanska meginlandinum, vil Bush lata europearar og onnur lond taka sær av "sínum" trupulleikum. Eygleiðarar vilja vera við, at vit fara at fáa eitt USA, sum fer at isolera seg meira, kemur Bush til valdið. Í stríðsmálum - eisini í uttanríkispolitikkinum - sum eitt nú kreppuni í Miðeystri, er væntandi, at Bush fer at vera nógv "harðrendari" og ikki so altráur at brúka orku til at fáa partarnar at semjast við samráðingarborðið. Fyri vanligar amerikanarar snýr valið seg ikki so nógv um uttanríkispolitikk. Tað snýr seg fyrst og fremst um teirra egna heimliga umhvørvi, og her eiga vit ikki at gloyma, at USA fevnir um 50 ymiskar statir, hvør við sínum eyðkennum og egna "innanstatspolitikki". Sum dømi kann nevnast, at statirnir í USA á nógvum økjum hava sínar egnu lógir, eitt nú er deyðarevsing galdandi í nøkrum statum, men ikki í øðrum. Amerikanarar skulu ikki bert velja ein nýggjan forseta. Teir skulu eisini velja umboð til kongressina og senatið, og haraftrat er guvernørval. Tað er okkara vón, at Al Gore vinnur hetta valið. Saman við verandi forseta, Bill Clinton hevur Gore nú í heili 8 ár tryggjað javnan vøkstur í amerikanska búskapinum. Hóast Gore og Clinton ikki hava megnað at liva upp til summi av teimum lyftum givin hava verið við valini eitt nú um størri sosiala trygd og eitt betri heilsuverk, so eru tað demokratarnir í USA, sum standa fyri flestu av teimum eftir okkara tykki mest grundleggjandi rættindum hjá samfelagsborgarum yvirhøvur. Demokratarnir eru eisini besta bolverkið móti einum høgraráki, sum alla tíðina lúrir og ikki minst við Bush í Hvítu Húsunum. Ein ávísur vandi er fyri, at Bush kann verða valdur nettup tí, at hann líkasum hevur roynt at kamuflera tað, sum hann og hansara næstu stuðlar veruliga standa fyri, nevniliga ein konservativa høgrasnaring í flestu av lívsins viðurskiftum. Ein orsøkin til at republikanararnir taptu við seinasta val var nevniliga tann, at framstandandi republikanarar vóru so høgravendir, at amerikanska fólkið vendi teimum bakið, tá avtornaði. Tað var teimum ovboðið. Hvør minnist ikki Gingrish! Tað er henda víðgongda høgrapolitikkin, sum Bush roynir at balla inn í meira moderatar vendingar. Men tá alt kemur til alt, so er Bush republikanari av tí høgravenda slagnum, ið fer at gera USA til eitt ótryggari samfelag at liva í, kemur hann til valdið og vinnur bæði senatið og kongressina eisini. Tá fer hann at hava valdið í síni "hulu hond". Ov stór høgrasnaring í USA vil heilt avgjørt gera heimin til eitt ótryggari stað at búgva í. Hóast amerikanskir politikarar sum heild er fyri deyðarevsing, so útmerkar Bush seg við at hava verið guvernørur í tí statinum, sum hevur met í avrættingum. Ikki minst við vestureuropeiskum eygum er tað lítið hugaligt at skula fáa ein amerikanskan forseta, sum gongur so hart inn fyri deyðarevsing. Og tá serliga um hugsað verður um, at gongdin í USA er tann, at fleiri og fleiri nú venda sær móti deyðarevsing. Tað er ikki so torført at ímynda sær tankarnar, kenslurnar og muruna hjá einum forseta, sum verjir deyðarevsingina so nógv sum Bush - hvat hansara støða tá er í mongum av lívsins viðurskiftum. Taka vit nakað slíkt sum vápnalóggávuna, vísir Bush seg eisini at vera typiskt høgravendur. Hann vil ikki hoyra talan um avmarking av frælsinum at eiga vápn. Og soleiðis kundi verið hildið fram at reksa upp munin millum høgravendu republikanararnar og teir meira hóvligu og liberalu demokratarnar. TAÐ er neyvan heldur av tilvild, at kend vísindafólk og mannarættindafólk geva Al Gore sín stuðul. Tað er tí, at hann stendur fyri einum humanistiskum politikki, sum - hóast tað er ringt at gera broytingar - eisini vil tryggja betri tey veikastu, tey sjúku og minnilutarnar í samfelagnum. Nakað av tí sama politikki, sum vestureuropeisk lond undir sosialdemokratiskum stýrum hava rikið nú í mong ár. Sosialurin Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Hevjar seg upp um vanliga fólkið Løgtingið kundi havt spurt fakfeløgini, hvørji krøv tey seta til Løgtingsins Umboðsmann, heldur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum Tað er harmiligt, at løgtingið aftur hesuferð bar seg soleiðis at, at enn meiri sjógvur bleiv lagdur ímillum tingið og vanliga borgaran. Tað heldur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, nú Løgtingið gjørdi av at seta Jen H. Andreasen í starvs sum løgtingsins umboðsmann. Hann finst at mannagongdini, sum varð brúkt, tá ið umboðsmaðurin varð valdur. Starvsmannafelagið hevur alment í brævi til Løgtingið fýlst á, at løgtingið velur ein umboðsmann, sum er 67 ára gamal, samstundis, sum øll onnur alment sett, mugu leggja frá sær, tá ið tey eru 67 ár. Afturímóti hevur løgtingsformaðurin, Finnbogi Ísakson, ført fram, at talan er ikki um eitt starv, men um eitt val. Og tá ið fólk verða vald, er onki aldursmark uppeftir, hvørki í politikki, ella í aðrar mátar. Leggur sjógv ímillum Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hann veit val, at løgtingsformaðurin hevur rætt sum so. Men tað, sum er ógvuliga er ódámligt, er, at løgtingið meiri og meiri leggur sjógv ímillum seg sjálvan og vanliga borgaran. Sostatt upphevjar Løgtingið seg til nakað serligt, sum er omanfyri vanliga fólkið og tað haldi eg er ógvuliga ódámligt. Eitt annað dømi er, at løgtingið herfyri játtaði sær sjálvum eina stóra lønarhækking, uttan at nakar kundi leggja seg út í tað. Eg veit, at løgtingið hevur buktina og báðar endarnar, tí tað er okkara lóggevandi ting. Men tað er langt úti, at tað ferð eftir ferð skal provokera vanliga borgaran við at hevja seg upp um fjøldina og gera seg til nakað serligt, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hann heldur, at tað var ikki meiri enn rímiligt, enn at Løgtingið sjálvt gav seg undir tær somu ásetingar, sum eru galdandi fyri vanliga borgaran. Kundu spurt seg fyri Hann er greiður yvir, at tað eru ikki fakfeløgini, sum skulu seta Løgtingsins Umboðsmann. Men hvat gjørdi tað, sum Løgtingið spurdi seg fyri hjá fakfeløgunum um, hvørji krøv tey seta til ein slíkan stovn. Hevði Løgtingið gjørt tað, hevði tað heilt greitt fingið at vita, at, at okkara meting eru fólk ógegnið, sum hava verið knýtt at føroysku rættarskipanini. Gunnleivur Dalsgarð heldur, at tað rættast hevði verið at valt ein umboðsmann uttan ífrá, sum ikki hevur havt tilknýti til føroysku rættarskipanini, men sum kortini hevur royndir, so at hann kundi ført nakað nýtt við sær inn í føroyska umsiting. Hann skuldi í hvussu so er verið eitt óskrivað blað í føroysku rættarskipanini, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Annars tekur hann fult undir við, at vit fáa Løgtingsins Umboðsmann. Men tað hevur stóran týdning, at byrjanin er lýtaleys, og hetta var ein óheppin byrjan, leggur hann afturat. Hava ikki fult álit á nýggja manninum At gera sorinskrivaran til løgtingsins umboðsmann er ein óheppin byrjan hjá einum so ómetaliga týdningarmiklum og stórfingnum stovni, sum løgtingsins umboðsmaður er, sigur Gunleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum Joen H.Andreasen, sorinskrivari hevur fingið eina harða byrjan í starvinum sum løgtingsins umboðsmaður. Tí nú er landsins størsta fakfelag farið at sáa iva um álitið á tí nýggja umboðsmanninum. Vit ivast í, um hann verður so álitisvekjandi í sínum arbeiði, sum vit halda, at ein stovnur, sum Løgtings Umboðsmaður eigur at vera, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum. Og formaðurin heldur, at hetta er ein ógvuliga óheppin byrjan hjá einum so ómetaliga týdningarmiklum og stórfingnum stovni, sum Løgtingsins Umboðsmaður er. Men Gunnleivur Dalsgarð leggur stóran dent á, at hesar atfinningarnar eru ikki vendar ímóti Joen H. Andreasen sjálvum. Eg veit veit onki annað, enn at hann er ein hampamaður í allar mátar. Men tað er tann funktión, ið hann er hevur havt í samfelagnum, sum ger, at vit kunnu ikki hava fult álit á honum. Tað, sum formaðurin í Starvsmannafelagnum sipar til, er, at tað er ímeðan, Joen H.Andreasen hevur verið sorinskrivari í Føroyum, at reglur á danska arbeiðsmarknaðinum eru gjørdar til rættarsiðvenju í Føroyum, hóast hesar reglarnar ikki eru galdandi í Føroyum. Gunnleivur Dalsgarð sigur, at fyri nógvum árum síðani varð semja gjørd á danska arbeiðsmarknaðinum um at innføra arbeiðsrættin. Hetta er ein rættur, sum hevur endaligu avgerðina tá ið ósemjur stingaseg upp á arbeiðsmarknaðinum, tí dómar hjá arbeiðsrættinum kunnu ikki skjótast inn fyri annan rætt. Hetta er ein skipan, sum føroysku fakfeløgini hava stríðst ímóti við hond og fót, tí vit vilja ikki hava hana í Føroyum. Vit vilja varðveita ta skipan sum er.Og tað er, at taka ósemjur seg upp, skulu vit hava møguleika til at royna tær við vanliga rættin, við teimum møguleikum sum har eru at skjóta málini inn fyri hægri rætt. Men ímeðan Joen H.Andreasen hevur verið sorinskrivri, er hann farin at hyggja eftir ásetingunum á danska arbeiðsrættinum og er farin at gera tær til rættarsiðvenju í Føroyum. Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hetta hevur volt fakfeløgunum stórar trupulleikar. Sostatt kunnu vit ikki hava fult álit á mannininum, tí tað er væl hugsandi, at fleiri mál, sum fakfeløg fara at leggja fyri Løgtingsins Umboðsmann, júst fara at snúgva seg um slík viðurskifti. Spurningurin er, hvørja støðu hann fer at taka í slíkum málum sum Løgtingsins Umboðsmaður, tá ið hann, sum sorinskrivari, frammanundan hevur verið talsmaður fyri at gera danskar reglar til rættarsiðvenju í Føroyum. Tá fari eg at ivast í, um hann kann vera so uttanveltaður, sum hann eigur at vera,sigur Gunnleivur Dalsgarð. Og avleiðingin av tí kann eisini skjótt vera, at vit fara at aftra okkum við at brúka ein slíkan umboðsmann í tann mun, vit annars høvdu brúkt hann. Í útvarpinum mánakvøldið segði nyvaldi Umboðsmaðurin, at hann skilti púra onki av atfinngingunum, tí hann helt ikki, at hann, sum dómari, hevur verið partískur mótvegis fakfeløgunum. Tað hevur onki við málið at gera. Ongin hevur sagt, at hann er partískur. Tað, sum hetta snýr seg um, er, at meðan hann hevur verið sorinskrivari, hevur hann ferð eftir ferð tikið prinsippini í danska arbeiðsrættinum, sum vit ikki vilja vita av, uppí sínar metingar, og gjørt tær til rættarsiðvenju í Føroyum. Og tað hevur volt okkum stórar trupulleikar, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Gunnleivur skal ikki føla seg raktan Starvsmannafelagið hevur verið lagaligt at hava við at gera og eg havi onki at harta limirnar í tí fyri, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, er harmur um, at formaðurin í Starvsmannafelagnum hevur tikið tað illa upp, sum hann segði við Sosialin leygardagin. Tá fanst Jørgen Niglasen at fakfeløgunum fyri at hava sett órímilig krøv í samráðingunum um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við nýggja vaktarskipinum, Brimli. Tað er órímiligt at krevja lønarhækkingar uppá 30-40% í einum helt hann. Hann helt eisini, at tað var at seta trygdina á sjónum uppá spæl. Gunnleivur Dalsgarð helt, at hetta vóru so grovar ákærur, at Jørgen Niclasen skyldaði teimum eina umbering. Meinti ikki við teir Men tað skilst, at formaðurin í Starvsmannafelagnum eigur ikki at føla seg raktan. Tí nú Jørgen Niclasen útgreinar tað hann segði, leggur hann dent á, at tað var ikki Starvsmannafelagið, hann meinti við. Eg havi onki at harta Starvsmannafelagið fyri, tí limirnir í tí hava altíð verið lagaligir og tað eru ikki teir, sum liggja í buktini. Eisini eru tað limir í Starvsmannafelagnum, sum ansa eftir Brimli í løtuni. Jørgen Niclasen leggur afturat, at hesa tíðina, hann hevur havt ábyrgdina av Fiskimálastýrinum, hevur hann ikki havt ringar royndir av Starvsmannafelagnum. Men Jørgen Niclasen heldur fast um, at Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið spenna bogan hart, tá ið tey krevja 30-40% í lønarhækking. Og hann heitir framvegis á partarnar um at fara til samráðingar. Men sjálvir fær hann ikki gjørt stórvegis, tí samráðingarnar eru undir Fíggjarmálastýrinum. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Tær kenna seg illa viðfarnar av landsstýrismanninum Stjórin og skúlaleiðarin á Sernámsdeplinum søgdu seg úr starvi, tí tær hildu, at landsstýrismannurin gav fólki eina fatan av, at okkurt óreiðiligt var farið fram á stovninum Tá landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum í Sosialinum seinasta týsdag avdúkaði, at ein umfatandi kanning skal gerast av Sernámsdeplinum, avgjørdi leiðslan á stovninum at fara frá. Marita Petersen hevur verið stjóri á Sernámsdeplinum, síðani stovnurin formliga fór undir sítt virksemi 1. januar 1998, og Ása Ellefsen hevur verið skúlaleiðari. Tær hava nú báðar sagt seg úr starvinum, og tær fara frá í januar mánaði næsta ár. Eg rými ikki, tí eg stúri fyri eini kanning av stovninum, men tí landsstýrismaðurin við sínum úttalilsum hevur sátt iva um virksemi hjá leiðsluni, sigur Marita Petersen. Ása Ellefsen heldur, at ein kanning av Sernámsdeplinum ikki gevur útlit fyri, at skipað viðurskifti verða at arbeiða undir fyrstu nógvu árini, og tí fer hon úr sínum starvi. Stríðst fyri at fáa alt upp á pláss Løgfrøðisligu viðurskiftini á Sernámsdepilinum hava verið ógreið, síðani stovnurin fór undir sítt virksemi fyri næstan trimum árum síðani. Ein kunngerð skuldi gerast um nýggja stovnin, men hon er ikki komin enn, og hóast setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum skuldu fáast í rættlag í 1998, er tað ikki hent enn. Líka síðani Sernámsdepilin fór at virka, hava vit stríðst fyri at fáa løgfrøðisligu viðurskiftini upp á pláss. Vit hava ferð eftir ferð mint Undirvísingar- og Mentamálastýrið á, at hetta mátti fáast av vegnum sum skjótast, men har er einki hent, sigur Ása Ellefsen, skúlaleiðari í Sernámsdeplinum. Marita Petersen vísir á, at løgfrøðisligu viðurskiftini eru arbeiðs- og ábyrgdarøkið hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, og leiðslan á Sernámsdeplinum einki fær gjørt fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag, uttan at minna stýrið á at gera tað. Ein kunngerð varð gjørd fyrr í ár, men hon er ongantíð sett í gildi, og tí er løgfrøðisliga grundarlagið undir stovninum framvegis ógreitt. Vánalig útlit fyri broytingum Marita Petersen og Ása Ellefsen eru samdar um, at ógreiðu viðurskiftini á Sernámsdeplinum eru ótolandi bæði hjá leiðslu og starsfólki. Tá gjørt varð av at skipa Sernámsdepilin, gjørdi eg vart við, at løgfrøðisligu viðurskiftini í sambandi við nýggja stovnin áttu at vera greið, og kundi hetta eftir míni hugsan gerast við eini kunngerð. Tíverri varð einki gjørt, og tørvurin á greiðum viðurskiftum, serstakliga í sambandi við starvs- og setanarviðurskiftini, hevur verið orsøk til ónøgd og ótryggleika hjá starvsfólkunum, sigur Marita Petersen. Síðani hava stjórin og deildarleiðarin roynt at skunda undir, so ein kunngerð varð gjørd og sett í gildi, men hetta arbeiðið hevur einki úrslit havt við sær. Tá landsstýrismaðurin nú ætlar at skipa fyri eini kanning, sum fer at taka langa tíð at gjøgnumføra, eru eingi útlit fyri, at viðurskiftini á stovninum fara at koma upp á pláss fyrstu árini, og tí havi eg ikki hug at halda fram her, sigur Ása Ellefsen. Hesum tekur Marita Petersen eisini undir við, men hon vísir samstundis á, at tað sum fekk bikarið hjá sær at flóta yvir, vóru orðini, sum landsstýrismaðurin í Undirvísingar- og Mentamálum varð endurgivin fyri at siga við Sosialin seinasta týsdag. Hava ikki hug at bíða Bæði Marita Petersen og Ása Ellefsen siga, at tær hava ætlað at sagt upp, tí arbeiðsumstøðurnar hava verið so truplar. Tað er óheppið landsstýrismaðurin ivast so stórliga í virkseminum hjá einum stovni undir sínum egna stýri, at hann heldur tað verða neyðugt, at ein uttanveltað nevnd skal kanna stovnin, sigur Marita Petersen. Men tað, sum serstakliga skelkar meg, er, at landsstýrismaðurin við sínum útalilsum alment sáar stóran iva um virksemi mítt sum stjóri á Sernámsdeplinum, og tí ynski eg ikki at halda fram í starvinum, sigur hon. Marita Petersen og Ása Ellefsen siga báðar, at tær hava ikki hug at bíða eftir einum nevndararbeiði, sum kann hugsast at gerast rættiliga drúgt, áðrenn nakað kann gerast við løgfrøðisligu viðurskiftini á Sernámsdeplinum. Tí hava vit valt at siga upp, og ikki tí, at vit stúra fyri eini kanning, sigur Marita Petersen. Kenna einki til kanningina Leiðslan á Sernámsdeplinum heldur, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið sum skjótast eigur at seta eina kunngerð fyri stovnin í gildi og at fáa starvs- og setanarviðurskiftini á stovninum upp á pláss. Síðani kundi ein nevnd arbeitt við spurninginum, hvussu tað sernámsfrøðisliga arbeiðið kundi verið skipað, so at foreldur fingu eitt heildartilboð ístaðin fyri at verða noydd at renna frá einum stovni til annan fyri at fáa alt at bera til, sigur Ása Ellefsen. Ætlaðu kanningina hjá landsstýrismanninum av Sernámsdeplinum kenna tær báðar einki til. Tær hava ongan arbeiðssetning sæð og eingin hevur spurt tær um nakað, áðrenn landsstýrismaðurin nú avdúkaði ætlaðu kanningina. Jan Müller Avtalan skal haldast Um nýggja ætlanin verður uppá seks ár, fimtan ár ella nakað annað, skulu bara umstøðurnar avgera sigur Óli Breckmann og vísir við hesum til ta avtalu, sum Anfinn Kallsberg skal gera við Nyrup Rasmussen. Tað verður hon, sum verður avgerandi fyri áramálið. Nú hava vit roynt samráðingar við danir fýra ferðir, og tá tað ikki gav úrslit, mugu vit leggja um eitt sindur og velja ein annan tátt, men kvæðið er tað sama sigur Óli Breckmann, formaður Fólkafloksins um ta semju, sum samgongan hevur gjørt um framtíðar støðu Føroyar. Hann vísir til avtaluna, sum samgonguflokkarnir kunngjørdu seinasta hósdag og sum leggur upp til eina fólkaatkvøðu longu í apríl. Hóast formaðurin í Tjóðveldisflokkinum eftir hesa semju hevur lagt seg á eitt ávíst áramál fyri at røkka fullveldinum, so vísir formaður Fólkafloksins til ta avtalu, sum samgonguflokkarnir hava gjørt og sum ikki ásetir nakað ávís áramál. Handa avtalan er gjørd, og hon skal nokk verða hildin. Hetta er so eisini nakað, sum Tjóðveldisflokkurin má so venja seg til. Tað kann vera tað sama, hvat Høgni Hoydal sigur í viðmerking í bløðunum. Avtala er gjørd millum samgonguflokkarnar, og um hon so verður uppá seks ár ella fimtan ár ella nakað annað, skulu umstøðurnar avgera sigur Óli Breckmann og vísir við hesum til ta avtalu, sum Anfinn Kallsberg fer at gera við Nyrup. Tað verður hon, sum verður avgerandi fyri áramáli. Óli Breckmann vísir á, at bara vit fáa eitt úrslit, so eru vit øll glað líkamikið um tað byggir á fýra ár, seks ár ella fimtan ár. Høvuðsmálið er, at tann verkætlan, sum vit eru í gongd við, verður fullførd og eftir einum føstum formi. Sjálvur haldi eg tað er sera umráðandi, at tað, sum fer út til fólkaatkvøðu eru so runt, so átiligt og lættfatað, at vit fáa eitt so sannførandi fleirtal bæði í løgtinginum og úti millum veljararnar, at hon glíðir so væl niður sum møguligt. Men ein slík fólkaatkvøða er eisini treytað av, hvussu avtalan millum Føroyar og Danmark verður leggur formaður Fólkafloksins aftrat. Hann viðgongur, at tað er kanska ikki so demokratiskt, um fleirtalið verður lítið. Men er fleiritalið stórt so er tað ikki so galið. Jú breiðari ein semja er, jú meira rúmlig og minni kantutt er hon og lættari er hon at liva við hjá øllum pørtum, tá hon skal setast í verk av eftirfylgjandi stýrum. Fólkslig binding Uppá fyrispurning, hví tað er so umráðandi at hava eina fólkaatkvøðu, nú landsstýrið fleiri ferðir hevur víst á, at tað hevur fingið mandat frá veljaraunum sigur Óli Breckmann: Tað er fyri so vítt rætt, men nú eru tað fleiri enn færri, sum halda, at tað er lættari at liva við fólksligari uppbakking, ella einum mandati, um tú hvur eina samtykt í fólkinum, heldur enn at tað skal skinklast frá valskeiði til valskeið, frá samgongu til samgongu. Hevur tú eina fólksliga binding, so er kósin væl lættari og rættari at halda. Nú hava vit livað undir skiftandi umstøðum í 50 ár. Hevur tú eina fólkaatkvøðu, so hevur tú lættari at halda teg til ein leist, sum fólkið hevur skorið út saman við okkum. Og jú størri fleirtal er fyri henni, tess minni trupulleikar fáa skiftandi landsstýri frameftir av tí binding, sum liggur í fólkaatkvøðuni. Formaður Fólkafloksins vísir á, at í dag hava allir teir fýra stóru flokkarnir sítt boð uppá, hvussu vit skulu broyta Heimastýrislógina og arbeiða ávegis móti einum sjálvstøðugum Føroyum ella í sambandsfloksins føri meira sjálvstýri. Hann roknar við, at sjálvt um Sambandsflokkurin, sum er tann mest steinrunnið flokkurin, so verða tað helst nakrir sambandsmenn, sum fara at atkvøða fyri hesum til eina fólkaatkvøðu. Óli Breckmann heldur, at tað er rættiliga umráðandi at fáa eina avtalu við danir, áðrenn vit fara undir nakra fólkaatkvøðu, tí tað hevði givið fólkaatkvøðuni betri lóggildi. Hon hevði verið meira legitim. Tað hevði eisini verið meira at farið til fólkaatkvøðu til, um vit fyrst gjørdu eina avtalu við danir. Ein góð avtala við donsku stjórnina, føst og bindandi og væl skipað, verður eisini lættari at borðreiða við til eina fólkaatkvøðu, enn um vit skulu gerea eina avtalu, sum eingin mótpartur er í. Hann sigur seg rokna við, at Tjóðveldisflokkurin eisini kennir eina ábyrgd fyri tí vit her gera. -Eg rokni við, at hann hevur stóran áhuga í at koma ávegis so nær fólkarættinum sum møguligt, og at hann tí er minst líka áhugaður sum aðrir flokkar at koma á mál, hóast vit sigla eina øðrvísi kós og longri leið, enn vit ætlaðu upprunaliga. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Ein Byrial á vøllinum Johan Byrial Hansen var ikki á vøllinum, tá OB vann móti Silkeborg, men fyri fyrstu ferð í 15 mánaðir var svágur hansara at síggja Superliga Í donsku miðlunum varð dysturin mánakvøldið millum OB og Silkeborg mettur sum ein av tí tamara slagnum. Dysturin varð avgjørdur, tá Ulrik Pedesen miðskeiðis í fyrra hálvleiki sendi bóltin í kassan. Nakað seinni kundi OB økt um leiðsluna, tá Maichale Larsen hjá Silkeborg varð útvístur, samstundis sum OB fekk tillutað brotsspark. Møguleikin varð tó misnýttur, og við 10 monnum varð Silkeborg nær við at javna, men hvørki dómari ella hjálpardómari varnaðust, at Henrik Tømrer Pedersen hevði skotið bóltin inn um strikuna, áðrenn OB verjuleikari ruddaði burtur. Per aftur á vøllinum Ein hending var tó, sum fram um aðrar stjól yvirskriftirnar. Tað var tá svágurin hjá føroyska landsliðsmanninum, Per Byrial Pedersen varð sendur á vøllin í seinna hálvleiki. Per er giftur Anju Byrial Hansen, sum fyri fáum árum síðani var partur av donsku jarn-damunum, sum bergtóku allan hondbóltsheimin. Yrkisleið hennara endaði, tá hon gjørdi av, at nú átti maðurin tørn at royna seg. Per Pedersen stóð tá ovast á danska stjørnuhimmalinum, eftir at hann millum annað hevði skorað við einum vøkrum saksasparki í landsdysti móti Fraklandi, og enska Blackburn beyð OB 25 mió.kr. fyri leikaran. Skaðar gjørdu um seg Fótbóltseydnan var tó ikki við honum í Onglandi. Venjarin, sum hevði keypt hann, varð stutt eftir hetta sagdur úr starvi. Nýggi venjarin, sum var Roy Hodgson, hevði danan sum fjórða val í álopinum, og tí var tað so sum so við spælitíð. Leigumál í Fraklandi og Týsklandi vórðu heldur ikki eydnan hjá framherjanum, sum at enda flutti aftur til OB. Heldur ikki her tóktist eydnan at vera við honum, og eftir hann leingi hevðidrigist við skaða í hælsinuni, noyddist hann at enda at leggjast undir skurð. Síðani eru lidnir 15 mánaðir, har eingin hevði roknað við, at Per nakran tíð aftur fór at spæla superligubólt aftur, men hesir spádómar eru nú gjørdir til skammar. Við sigrinum vann OB seg upp á sætta plássið í donsku superliguni. Teir eru seks stig aftan fyri Brøndby á fremsta plássinum. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Annar partur byrjar Nú øll liðini í bestu mansdeildini hava hitst eina ferð, verður farið undir seinnu helvt av grundspælinum Hondbóltur Fyrstu dysturin av hesum verður, tá oddaliðið úr Vestmanna vitjar H71 sunnudagin. Fyrri dysturin millum liðini bæði endaði við tryggum sigri til vestmenningar, og teir eru eisini favorittar undan hesum dystinum. Tó skulu teir helst ikki rokna við, at uppgávan verður eins løtt hesa ferð. Hoyvíkingar hava síðani fyrra dystin víst tenn í fleiri uppgerðum, og millum annað man sigurin móti Neistanum hava styrkt um sjálvsálit teirra. Ein avgerandi spurningur hjá hoyvíkingum er tó helst, um Stefan Dorofte aftur er tøkur. Sunnudagin sat hann uttanfyri við skaða, og hetta merktist serliga væl í álopsparti teirra. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Súkkluárið liðugt Seinasta súkklukappingin á árinum varð fyriskipað leygardagin Súkkling Hóast luttøkan onkun tíð hevur verið størri, so mundi hon tó vera á eini leið, tá endakappingin, Balslev Multikapping 200, varð fyriskipað leygardagin. Kappingin varð tó, eins og tær undanfarnu hjá Tórshavnar Súkklufelag avgreidd í øllum góðum, og verða úrslitini av hesi prentað niðanfyri. Súkklararnir kring landið fara nú at halda sær eina væl unta vetrarfrítíð, eftir eitt ár, sum hevur sett met viðvíkjandi tali av kappingum. Dreingir 9 ár og yngri 1 Knud Glerup 8,48 2 Rani Jacobsen 8,51 3 Róaldur Jacobsen 9,25 4 Høgni Miné Rasmussen 9,27 Gentur 10 ár og yngri 1 Vanja Miné Rasmussen 10,22 Dreingir 10-14 ár 1 Beinir Jacobsen 15,45 2 Dánjal Michaelsen 18,12 3 Jákup Apol 19,18 4 Jákup dahl-Olsen 19,58 5 Heðin Poulsen 20,33 Vaksin 1 Gunnar Dahl-Olsen 26,18 2 Sverri Mohr Edvinsson 27,17 3 Christian Guttesen 27,47 4 Evald Rasmussen 28,45 5 Kári Simonsen 28,50 6 Kristian Niclasen 32,43 7 Robert Vilhelmsen 36,17 Ellintur Abrahamsen Fakfeløgini seta trygdina hjá sínum egnu í vanda Tíðindaskriv:Aftursvar til Jørgen Niclasen í Sosialinum leygardagin 4. November Tórshavnar kommuna, ein sjálvsfíggjandi eind Mangan hevur ljóðað, at Tórshavnar kommuna svimur í peningi, men er hetta so, tá til stykkis kemur. Súsanna Dam býráðslimur p.t. Kommunan er í stórum vøkstri, og hevur bráðneyðugan tørv á útbygging á øllum hugsandi økjum. Málsetningurin hjá sitandi býráði er, at gjalda skuldina aftur so skjótt tilber, og síðani at gerast so væl konsoliderað, at kommunan megnar sjálv at fíggja sínar íløgur. Tórshavnar kommuna skal rekast soleiðis, at vit ongantíð aftur fara at uppliva, at skilaleysur politikkur og ósketni lemur handlifrælsið kommununar 4 - 5 tey næstu valskeiðini. Ein málsetningur, sum sambandsflokkurin heilt og fult tekur undir við. Hagtøl meta, at her skulu útvegast pláss til einar 1.000 fólkaskúlanæmingar komandi 10 árini, tað sama sum einar 50 vanligar skúlastovur, afturat øllum øðrum, framtíðarskúlin fer at krevja. Eldraøkið, barnaansingin, umhvørvið, íbúðartrotið, og alt sum hoyrir til krevur íløgur. So um likviditeturin kanska er góður í løtuni, so er ikki talan um, at býráðið beinanvegin bara kann seta alt tað í verk, sum vit ynskja okkum. Her skal ein sera nágreinilig raðfesting til, áðrenn peningur verður játtaður til nýíløgur. Veruleikin er soleiðis, at skattainntøkan komandi ár verður mett til 380 mill.kr. Raksturin kostar 275 mill. kr., og har ber illa til at fremja stórar broytingingar, uttan so at okkurt í dagliga rakstrinum steðgar upp. Harumframt sær út til at Løgtingið skúgvar nýggjar útreiðslur á kommununar, uttan at tær fáa vart seg fyri hesum. Lánsgjald og rentur fara við einum 40 mill.kr. Uttan mun til tey mongu vallyftini, so er púra greitt, at kommunan sleppur at gera íløgur fyri umleið 65 mill. kr. og ikki fyri tíggjufalt hesa upphædd. Hetta eigur hvør einstakur veljari at gera sær greitt. Valevni kunnu gjara út alt okkum lystir, men aftaná valið, skulu tey valdu seta seg niður, at býta tær umleið 65 mill. krónurnar eftir hvat tey kunnu samráða seg til, og tað er her, at býráðslimir skulu standa sína roynd, so at skattapeningurin verður nýttur so skynsamt, sum til ber. Sum varalimur í býráðnum stóran part av brátt farna valskeiði havi eg verið limur í fíggjarnevndini og havi sæð, hvussu lætt tað kann vera at lata peningin streyma, uttan at borgarin fær sum best burturúr. Sambandflokkurin hevur altíð ført ein skilagóðan fíggjarpolitikk, tað fara bæði hann og valevni hansara framvegis at gera. Kommununi tørvar, sum helst ongantíð áður, at hava eina góða stýring av fíggjarviðurskiftum sínum. Høgdu av hæli og kliptu av tá - og so til gongu í heimastýrisklossumýrið s ella fullveldislandsstýrið sum leyp upp á tjólegg og datt niður á langlegg Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður Tað var ein so fullkomín kúvending og kapitulatión í fullveldisætlanini sum landsstýrið boðaði frá á tíðindafundinum tórsdagin í farnu viku, at øll vóru tikin á bóli. Vit tingfólkið hjá Javnaðarflokkinum fylgdu við niðri á gamla apoteki og sótu púrasta sum kánus, meðan hesin ótrúligi sjónleikur fór fram. Tí hvat var hetta: heimastýrislógin, lisin niður í sand og øsku av fullveldismonnum, nú tikin aftur til náði og hevja til heiðurs og æru - tann gamla heimastýrislógin sum tann nýggja koyribreytin til fullveldið, við yvirtøkum og sjálvstýri stig fyri stig, "og hvørt av sínum" (sum varaløgmaður plagar at taka til móti endanum, táið hann roknar vælsignilsini upp). Eini 20 ár ella knappliga tað aftrat uppá hendan mátan, segði løgmaður. So skuldi verið komið á mál - um nú allir løgmenn og tingmenn, sum koma aftaná hann, vilja tað sama. Skulu proklamera - aðrir skulu seta í verk Jú, so var eisini uppií ein ætlan um eina fólkaatkvøðu til várs - eitt fikublað at fjala ta naknu skommina hjá Tjóðveldisflokkinum. Tí sum skiltist skuldi henda fólkaatkvøða vera um eina "ætlan", um hvat skal gerast, tá teir eru farnir frá og nýtt løgting og landsstýri hevur tikið við, m. a. um at minka ríkisveitingina so líðandi, og skipa fyri eini aðrari fólkaatkvøðu um fullveldi um eini 20 ár ella harútimóti. Tað er ógviliga løgið við hasi fólkaatkvøðuni. Hon verður jú um eina ætlan, sum hasir fýrarnir ikki sjálvir skulu seta í verk - teir skulu proklamera ætlanina, hvat tá - men tað skulu vera teirra eftirkomarar í Tinganesi, sum skulu seta hana í verk. Verður nøkur fólkaatkvøða í apríl, ja so hevur hetta landsstýrið ikki eingong eitt arbeiðsár eftir í Tinganesi. Sjálvir hava teir tryggjað sær tann størsta blokkin nakrantíð heilt fram til 1.1.2002. So tað verður ikki nógv teir sjálvir klára at minka av blokkinum teir krákumánaðirnar teir tá hava eftir - í apríl 2002 er skeiðið runnið. Ein breið semja við andstøðuna: Tað er so nógv lættari ! Táið fjølmiðlar nú siga við Løgmann, at henda nýggja heimastýrisliga fullveldisætlanin hjá landsstýrinum minnir nógv um sjálvstýrislógina hjá Javnaðarflokkinum, svarar hann so troyttur, at kanska er tað so, og leggur uppaftur troyttari aftrat, at so skuldi jú endiliga borið til at fingið hesa vælsignaðu breiðu semju, sum hann sigur seg hava roynt eftir nú í tvey ár. Taka vit hetta um semjuna fyrst, átti tað ikki at verið ógjørligt. Um vit taka hasa fupp-fólkaatkvøðuna í apríl burturúr, eru nógv størri møguleikar hjá løgmanni at fáa eina breiða - og haldbara - semju við andstøðuna, enn at halda lív í innanhýsis semjuni í samgonguni - millum Bjarna Djurholm og Torbjørn Jacobsen, millum Óla Brekmann og Karsten Hansen, millum løgmann og vara ditto, "og hvørt av sínum", sum vara tekur til. Spennandi verður at síggja, um tað loksins fer at eydnast løgmanni at fáa hesa góðu breiðu semju í lag, ta knøppu tíð, hann hevur eftir. Tað er munur á teirri kliptu fullveldisætlanini og sjálvstýrislógini hjá Javnaðarflokkinum Taka vit hitt fyrra, at lítil munur er á sjálvstýrisætlanunum hjá landsstýrinum og hjá Javnaðarflokkinum, eri eg ikki samdur. Bæði høvd og hali er klipt av fullveldisætlanini, so nú er ivasamt um hon enntá gongur so vítt sum nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum. Mótvegis heimastýrisligu ætlanini hjá landsstýrinum, gongur sjálvstýrislógin hjá Javnaðarflokkinum út uppá, at taka heimastýrislógina av og seta í staðin ein nýggjan sáttmála í gildi millum Føroyar og Danmark sum javnbjóðis tjóðir í ríkisfelagskapi hvør við aðra. Skulu vit, sum landsstýrið ætlar, liva kanska 20 ár aftrat við heimastýrislógini, verða tað 20 ár uttan javnstøðu millum tjóðirnar. Við sjálvstýrislógini tryggjar nýggi sáttmálin millum Føroyar og Danmark, at føroysku myndugleikarnir uttan avmarkingar kunnu leggja øll málsøki undir føroyska lóggávu, og at Føroya Løgting og Landsstýri verða hægsta vald. Hetta ber ikki til undir heimastýrislógini, sum jú er delegatiónslóg - t.v.s. at valdið er til láns, latið okkum at umsita, vit eiga tað ikki. So longi hetta sokallaða fullveldislandsstýrið ætlar at halda fram við heimastýrislógini, verða Føroya Løgting og Landsstýri sostatt ikki hægsta vald í Føroyum og kunnu skúgvast til viks - sum vit sóu tað í kreppuárunum fyrst í 90-unum, og sum vit sóu tað við altjóða staðfestingini av føroyska málinum sum minnilutamál. Við sjálvstýrislógini skal tryggjast, at nýggi sáttmálin millum Føroyar og Danmark verður lýstur altjóðaliga, so hann fær altjóðarættarligt gildi - so støða Føroya sum sjálvstýrandi tjóð verður fólkarættarliga staðfest! Hinvegin verða Føroyar framvegis undir donskum statsrætti, so longi hetta landsstýrið ætlar at halda fram undir heimastýrislógini. "Fáfongd og forfeingiligheit"? Alt hetta fær ein at undrast stórliga á, hví Tjóðveldisflokkurin er gingin við til hesa nýggju heimastýrisligu fullveldisætlanina. Ein møgulig fólkaatkvøða í apríl fær lítið virði - hon bindur ikki tey løgting og landsstýri, sum koma aftaná. At síggja til fær Tjóðveldisflokkurin onki annað burtur úr hesi nýggju semjuni, enn at teir sleppa at verða sitandi í Tinganesi, og við hesi møguligu fólkaatkvøðu fáa høvi at proklamera - ikki fullveldið men eina ætlan um fullveldi, sum aðrir skulu seta í verk einaferð í framtíðini. Og so illgitir Torbjørn Jacobsen í Dimmu leygardagin um "fáfongdina og forfeingiligheitina" hjá sínum politisku fíggindum! Hálvtriðja ár hava hesir tríggir flokkar nú fonglast við hesa stóru ætlan um føroyskt sjálvstýri. Teir høvdu ein koyriplan - eina sonevnda verkætlan. Fýra ferðir vóru teir uttanlands til samráðingar - stríddist við fíggindan, sum summir teirra málbera seg. Onki annað kom burturúr, enn at fyri hvørja ferð bleiv fløkjan og illstøðan størri. Og so varð kúvent: eftir miklan dramatikk varð nýggj semja proklamerað, og tað varð lagt á nýggja kós. Aftur ein nýggjur koyriplanur. Men heldur ikki hesaferð er gott í væntu. Tí bert eftir fáum døgum er aftur stríð og klandur um innihaldið í hesum nýggja koyriplani. Tjóðveldismenn síggja republikkina longu um 5-6 ár - og kanska fyrr enn tað, sigur varaløgmaður. Men løgmaður sigur, at útleggingin hjá varaløgmanni av nýggju semjuni er óheppin, gruggandi, heilt burturvið og vitleys...! Er tað tí so løgið at halda, at hasir koma aldrin burturúr vavstrinum og lítið annað er at gera enn at seta teir til viks? Smábátaeigarar betri umstøður At eiga ein bát, men ikki at hava umstøður at hava hann liggjandi nakrastaðni, er ikki gott. Tá kann tað ofta enda við, at báturin verður seldur og inniløgumaðurin missir sínar dreymar um m.a. at fáa forsyrgt sær og sínum við onkrum av tí, fjørðurin kann geva. Heðin Mortensen býráðslimur sambandsvalevni til Tórshavnar býráð Fyri at lívgja um umstøðurnar hjá teimum, ið eiga bát og vilja brúka hann, eiga neyðugu útbyggingarnar at verða framdar, so umstøðurnar til hetta eru nøktandi. Eitt nú eru møguleikar fyri útbyggingum í bæði Kaldbak, Kollafirði, Havn og á Argjum, so hesin tørvur kann verða nøktaður. Har verandi bátabryggjar eru, kunnu umstøðurnar í fleiri førum bæði víðkast og betrast, og hetta eigur eisini at verða gjørt. Smábátaeigarar skulu hava møguleika fyri plássi, ið kann fáast fyri eina lagaliga leigu, samstundis sum møguleiki er fyri streymi, vatni og kanska eisini hagreiðingarmøguleikum á staðnum. Tað eigur ikki at vera ein byrða at eiga ein bát, men ein gleði, so tí vil eg arbeiða fyri at betra hesar umstøður, so øllum skulu verða latnir somu møguleikar! Ítróttarhøllir har fólkið er Gundadalur er á tremur. Tað síggja og merkja øll, sum hava sína gongd har. Jógvan Arge valevni tjóðveldisfloksins til Tórshavnar Býráð Heimasíða: www.jogvanarge.com Tórshavnar Kommuna tykist eisini hava sannað, at veruleikin er farin frá stevnuni at savna allan ítróttin í Gundadali. Tí hevur hon játtað at byggja ítróttarhøll í Kollafirði og venjingarhøll í Hoyvík. Hondbóltsbygdunum Kollafirði og Hoyvík eru hesar hallir væl untar, og tær fara eisini at skapa gróðrarlíkindi fyri øðrum ítróttagreinum sum flogbólti, badminton og fimleiki eins og ymsari kropsvenjing hjá teimum, sum ikki luttaka í kapping. Við at byggja uttanfyri Gundadal hevur kommunan knæsett eina nýggja grundreglu um, at møguleikar skula vera at íðka innanduraítrótt í nærumhvørvinum hjá borgarunum. Men nú fer at knípa við javnvágini, og allir borgarar hava ikkin somu sømdir. Í sjálvari Havnini verða teir vestaru býlingarnir fyri vanbýti. Onkuntíð fyrr hevur verið frammi at gera ítróttarøki í Vesturbýnum, men ongantíð komst so langt. Nú er spurningurin helst búgvin til at taka framaftur. Við Argjum fekk tann vestari parturin av kommununi ein fótbóltsvøll. Her er við øðrum orðum ein byrjan til eitt ítróttarøki vestanfyri, sum kann gerast meiri fjølbroytt. Ítróttaráhugað í Vesturbýnum og á Argjum noyðast alla leiðina í Gundadal, tá tey skula í ítróttarhøll. Ein máti at bøta um hetta ósamsvar er, tá ráðini verða, at gera ein høll vestanfyri, kanska í sambandi við fótbóltsvøllin á Argjum. Eini slíkari høll kundi skúlin á Argjum og aðrir skúlar í nánd fingið góða nyttu av, og við henni nýtist argjabørnum ikki longur at fara ta drúgvu leiðina í Gundadal. Stytt verður um hjá mongum í Vesturbýnum og Norðasta Horni, og trýstið verður minni á Gundadal. Og fram um alt fáa fleiri borgarar møguleikar at røra seg og røkja kropp og sál undir taki. Aftur í 80-ini Tjóðveldisflokkurin hevur aftur víst, hvat hann er bestur til: at vinda pengar úr donsku lønmóttakarunum. Nú hevur landstýrið 4 ferðir verið í Danmark og hótt við at rýma úr ríkisfelagsskapinum, men danskarar hava bakkað líka til teir fingu sín vilja. Stóri sigurharrin er Poul Nyrup Rasmussen, tí ríkið minkar ikki í hansara stjórnartíð. Magni Dalsgaard javnaðarmaður Danskar stjórnir verða sitandi komandi 16 árini við føroyskum tummilskrúvum og vit verða í somu støðu, sum í 80-unum, vit kunnu gera, hvat vit hava hug til, og vit fáa 16 milliardir afturfyri. Komandi ár skulu vit til eina bindandi fólkaatkvøðu um stevnuskránna hjá Gamla sjálvstýrinum - hon er so vatndeyð, at henni kann eingin stemma ímóti. Vit hava tað fínt, næstan líka so gott sum danskarar. Nýggi tjóðsangurin verður tann hjá The Tremelous: Tak yvir høvdið Tað eru mong ung við mær, ið ynska okkum eitt tak yvir høvdið. Men hettar er tíverri, ein stórur trupuleiki í okkara kommunu. Sjálvur haldi eg tað vera langt úti, at ein rættur sum hesin, skal verða ein slíkur trupulleiki. Hettar kemur uttan iva av tí, at okkum vantar eina rødd í býráðnum, ið kann tosa okkara søk í hesum málið. Jóhan Petur Johannesn Valevni sambandsflokksins Tað er ein sannroynd, at vit hava ikki verið serliga góð at skipa ein íbúðarpolitikk. Tí er tað uppá tíðina, at vit setta okkum niður og orða ein slíkan politikk, har málið ikki snýr seg um at fáa sum mest av pengum burturúr byggjaríði, men um trivna hjá sær sjálvum, og hjá okkum øllum. Tí fari eg at virka fyri: Eldraíbúðum Leiguíbúðum Felgasbyggjing t.v.s at fólk kunnu byggja íbúðir/hús í felag Fleiri útstykkingum Lat meg til seinast nevna, at eg sum liberalur meini tað vera ein rætt, at hava fleiri valmøguleikar, tá ið tað ræður um bústaðarviðuskifti, At fólk ikki skulu stúra fyri aldurdóminum, tí at húsini eru ov stór, meðan tey ikki kunnu fara nakra aðra staðni at búgva. At tey, ið ikki vilja seta seg í stóra skuld, skulu hava møguleikar at leiga, til tey hava ráð at fáa sær sítt egna. At um fólk ynskir felags byggjing, tað verði seg tvíhús ella raðhús, skulu tey hava møguleika at keypa grundstykki fáa kommununi. og tey ið ynskja sær sítt egna skulu eisini kunna keypa eitt grundstykki. Hetta er politikkurin Um eg skuldi verið valdur í Tórshavnar býráð, vil eg arbeiða fyri hesum málum. Hendrik Thomsen Javnaðarvalevni 1. Meira umsorgan fyri teimum gomlu, sum í dag liggja meira og minni í hjálparloysi. Fleiri sambýlir skulu útvegast, og røktin økjast. 2. Skapa búðstaðarmøguleikar til skúlaungdómin. Bygging av skúlaheimum, har lesandi og lærlingar kunnu búgva fyri sámuligan prís. Landið og kommunurnar, sum varða av ungdómunum, skuldu verið saman um hesa bygging 3. Arbeiða fyri, at tann privati leigumarknaðurin verur skipaður soleiðis, at tað er trygt og óðdýrt fyri leigarin. Og at hetta skattliga loysir seg fyri eigaran 4.Møguleikar skulu finnast fyri bygging av íbúðum, sum fólk kunnu leiga ella partvís eiga fyri ein rímuligan prís, 5. Arbeiða fyri, at tey sum ikki sjálvi eru før fyri at útvega sær ein búðstað, fáa eitt stað, har tey kunnu føla seg heima. Her má hatturin takast av fyri Frelsunarherinum, Blákrossheiminum, og stuðul veitast, so tey kunnu halda fram 6. Fleiri vegastrekkir eru heilt óforsvarlig, nú ferðslan er vorðin so nógv. Her kann nevnast Varðagøta, Hospitalssvingið og onnur strekkið, sum eru sera hættislig, her má okkurt henda beinanvegin. 7. Geva øllum børnum ein ansingarmøguleika sum foreldur og børn kunnu verða trygg við 8.Spælipláss skulu gerast, so børn kunnu spæla uttan at verða í vanda og til ampa fyri ferðsluna. 9. Møguleikar skulu skapast fyri longdari foreldrafarloyvi í samband við barnsburð 10. Havnini tørvar ein barnalækna, sum kann taka sær av teimum smáu, sum ikki eru før fyri at greiða frá hvat í feilar. Kommunalt sjálvsstýri að hava seinastu árini verið nógv uppskot frammi um hvussu kommunurnar í Føroyum skulu skipast. Kommununevndin, sett av landsstýrinum, legði í 1998 fram álit um nýggja kommunu-skipan. Hendan legði upp til stórar broytingar av uppgávu- og ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur. Hetta tyktist ikki vinna serligan frama nakrastaðni, og hava aðrar loysnir síðani verið nevndar, so sum økisráð og hvat nú alt verður kallað. Hallbjørg Hansen Fuglafirði T Undirritaða heldur, at tað er í hvussu so er eitt stig á rættari leið, at uppgávur, sum viðkoma lokal-samfelagnum verða lagdar út til kommunurnar at umsita. Eg haldi at vit skulu lata vera við at tosa um økisráð. Kommunurnar hava fingið barnaansingina, og vóni eg, at eldrarøktin verður yvirtikin komandi ár. Tað sigur seg sjálvt, at myndugleikarnir á staðnum áttu at veri teir næstu til at sæð hes-ar uppgávurnar sum sínar at loysa. Onkur hevur funnist at, at landsstýrið í uppskoti til fíggjarlóg hevur boðað frá, at nakrar av uppgáv-unum á sosiala økinum verða fluttar til kommunurnar. Hetta kundi kanska verið fráboðað á annan hátt, men vilja vit heilsa hesum politikki vælkomnum. Tað skuldi ikki verið orsøk at sagt frá, at við hesari gongd er neyðugt, at kommununar partur av skattainntøkunum má vaksa alt meðan landskassans partur minkar samsvarandi. Her eru stórar avbjóðingar til verandi og komandi kommunustýrir, serliga har kommunurnar ikki eru so stórar, men eri eg tó púra vís í, at har viljin er, letur hetta seg væl gera, og at tað ber væl til at samarbeiða um tær uppgávur, sum kommunurnar enn eru ov smáar til at loysa hvør í sínum lagi. Vit eru í hvussu so er fús til at fyrireika okkara kommunu til at taka okkum av øllum viðurskiftum, ið viðvíkja okkara borgarum. Hetta, saman við einari skilagóðari fíggjarligari stýring, er gongda leiðin til størri kommunalt sjálvstýri. Lokalt áræðið skapar fólkaræði. Seksæringurin Í mong ár hava havnarfólk fjóðra hvørt ár valt 13 borgarar í Tórshavnar býráð. Tey, ið lata seg stilla upp, eru á lista hjá politiskum flokkum. Gunnar Mohr, Sambandsvalevni Býráðsarbeiði hevur støði í kommunalpolitikki og ikki partapolitikki, hetta er samansetingin av skiftandi samgongum besta prógv um. Ein seksæringur er mannaður við 13 kvinnum/monnum : 12 við áranar og ein aftur í rong. Tá íð róð verður, er umráðandi, at manningin er góð, og at ein sterk og køn hond heldur um stýrisvølin. Gott áralag gevur góðan og vakran róður. Tað ber til at sammeta hesa lítlu mynd við okkara býráð, tí tað er sera umráðandi, at teir 13 býráðslimirnir - tólv, ið rógva, og ein (býráðsformaðurin) við stýrisvølin - duga at finna róðrarlag, sum er treyt fyri trivnaði og framburði í okkara býi. Og tað er ikki minni umráðandi, at býráðsmanningin er skikkað at manna tey mongu fýra-og fimmmannafør, sum vit, við myndini um seksæringin, hóskandi kunnu kalla allar tær mongu nevndirnar, ið býráðslimirnir skullu manna. Um vit velja ta røttu manningina i okkara býráð, skuldi ikki staðið á at fingið eitt 4 - ára langt býráðsarbeiði, við góðum og mennandi arbeiði. Tessvegna er tað umráðandi at hugsa seg væl um, áðrenn krossurin verður settur. Sunnur politikkur í sunnum býi. Heiðirligheit Reiðiligheit Varðsemi - Sparsemi Tað sum hevur verið eitt av aðaleyðkenninum hjá sambandsflokkinum er heiðirligheit, reiðiligheit varðsemi og sparsemi. Flokkurin hevur ikki altíð liva upp til hetta heiti , men vil gera alt sum er møguligt at fylgja hesum setningi. Schumann Hjaltalin, býráðslimur, valevni fyri Sambandsflokkin Longu nú er so nógv lova av teimum ymisku valevnunum til Tórshavar Býráð, at eg nú verði noyddur at siga frá at ein stórur partur av tí, sum er lovað ikki er møguligt at gjøgnumføra við tí inntøkugrudarlagi, sum kommunan hevur. Um so verður, at eg verið afturvaldar so dugi eg at síggja, at tað m.a. kemur at falla í mín tunga lut at verða ein av teimum sum komu at siga nei til nógv av ørvitisætlanunum hjá fleiri av valevnunum. Tí skal ætlan teirra eydanst má skatturin hækkast fleiri ferðir og tað verður ikki við mínari hjálp. Tað er ógvuliga hugstoytt at lesa allar greinaranar har lovað verður gull og grønar skógir. Tí vit sum minnast kreppuárini, minnast hvussu trupult tað var hjá kommununi, vinnilívinum og einstaklinginum, at fáa endarnar at røkka saman. Tað má tí verða eitt minsta krav til tey, sum lova baði eitt og annað, at tey samstundis greiða okkum frá hvar peningurin kemur frá. Eitt nú kundi hesi marglatis valevni sagt okkum, at skatturin eigur at hækka ella at onkur skerjing eigur at vera gjørd. Tað er als ikki møguligt at loysa øll mál í komandi býráðssetu. Veljarin eigur at fáa greið boð um hann skal gjalda meira ella um hann missur aðrar tænastur. Íbúðartrot - óneyðugt við langari bíðitíð Nú hoyra vit aftur í fjølmiðlunum at býráðið skal gera eina stóra útstykking í Hoyvíkshaganum, sum skal hava við sær, at íbúðartrotið í Havnini skal minka. Sum flestu kunnugt var henda ætlan gjørd í 80'unum, og vit eru nú í 2000, og hví skulu vit hoyra um tað nú? Jú sjálvandi! Tí býráðsval er fyri framman. Høgni Mikkelsen valevni Sambandsfloksins til Tórshavnar Býráð Tað sum eg haldi vera løgið er, hví býráðið ikki kann hava eina lidna verkætlan liggjandi klára aftaná so nógv ár, og nú bíðilistin nærkast teimum 200 siga teir, at henda verkætlan skal verða liðug í apríl 2002. (Gud viti hvussu langur bíðilistin er tá)? Tað kann vera, at veljararnir trúgva tí, men tað geri eg ikki! Tað átti at verið gjørt í fleiri byggistigum, so at tað kundi verið skjótari, og harvið kundu familjur v. m. skjótari fingið tak yvir høvdið. Nú havi eg gjørt nakrar smærri og størri útstykkingar í Havnini og í Hoyvík, og eitt kann eg siga tykkum veljarum, at hevði tað gingið líka seint hjá mær sum hjá býráðnum, so hevði eg langt síðani verið farin á húsagang. Við hjálp frá góðum og dugnaligum fólki havi eg fingið nógvar og drúgvar royndir innan byggivinnuna, sum íbúgvarnir í Havn, Kaldbak og Kollafirði kundu fingið nyttu av, um eg bleiv valdur. Klaksvíkin tolir at raðfesta trivnaðin ovarlaga Stóra >>hit'ið<< hjá øllum ið stilla upp til býráðsvalið í Klaksvík er, at nú mugu íløgurnar raðfestast og gerast má ein 5 ára íløguætlan. Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur Tað ljóðar sum eitt gandaorð ið knappliga er komið at sveima í luftini í Norðoyggjum og rakar serliga Klaksvíks-økið. Onki er nýtt undir sólini verður tikið til, og so er eisini í hesum føri. Havi leita mær greinarnar fram ið eg skrivaði til valið í 1996, og tað kemur meir enn so fyri at eg skrivaði um at seta sær mál og raðfesta íløgur. Eg eri vís í, at eg ikki var tað einasta valevni, ið hevði hetta frammi fyri fýra árum síðani. Tað nýggja er kanska at nú verður orðingin, 5 ára íløguætlan, nýtt. Hetta er heldur ikki nakað nýtt uppfinnilsi, orsøkin til at tosa verður um 5 ár , er heilt einfalt, at landstýri hevur álagt kommununum at raðfesta 5 ár fram. Fara vit 20 ár aftur í tíðina, so hevur verið raðfest soleiðis: 1980-1988 stórt sæð allar íløgur fóru til havnir,vegir, og at skapa vinnulívinum karmar. Í 1988 høvdu vit lænt okkum út á sjógv, skuldin var omanfyri 200 milliónir!!! Síðan fekk Javnaðarflokkurin leiðsluna í býnum fram til 1992 og ikki er ov nógv sagt, at uppgávan at taka upp, eftir farandi samgongu , var heilt ótrúliga tung. Eftir 4 ár, var tamarhald fingið á støðuna og hvat hendi, sama leiðsla ið hevði lænt okkum út á sjógv kom til aftur. Raðfestingin frá 1992-2000 hevur stórt sæð verið tann sama, sum undanfarna 8 ára skeiðið. Tey síðstu 4 árini er tó nakað av íløgupeninginum nýttur til Ziskatrø og barnaansing, rætt skal vera rætt. Aftur til yvirskriftina: so vil eg standa fast við, at um vit í árunum 2001-2004 raðfesta skúlar, svimjihøll, barnaansing, læknamiðstøð og mentan, so eri eg heilt vís í, at Klaksvíkin ikki verður verri stødd í 2005 enn hon er í dag. Ikki er neyðugt heldur at gloyma vinnulív og vegir, men til ber at leggja størra dentin á trivnaðin. Er tað so, at ídnaðarøkið ikki verður nýtt tí vinnan má keypa seg inn á økið, so mugu útvegir finnast, so hetta økið ikki framhaldandi liggur sum ein deyð íløga, ið onki gevur av sær. Lat okkum í felag gera tað møguligt ar raðfesta trivnaðin í Klaksvík ovarliga við at gera okkara støðu greiða tann 21 november. Ein frágreiðing um Sernámsdepilin Sernámsdepilin hevur í drúgva tíð fingið vánaliga umtalu í fjølmiðlunum. Ása Ellefsen, skúlaleiðari Seinasta týsdag varð so samrøða við landsstýrismannin í undirvísingar- og mentamálum, har hann, um hann verður rætt endurgivin, boðar frá álvarsligari kanning av Sernámsdeplinum á ein hátt, sum hevur givið fólki ta fatan, at okkurt óreiðiligt fer fram í Sernámsdeplinum - okkurt sum krevur, at Sernámsdepilin verður kannaður av óheftum, serkønum fólki. Eg havi sagt meg úr starvi mínum sum skúlaleiðari í Sernámsdeplinum, ikki tí at eg eri bangin fyri eini kanning, men tí at eg ikki dugi at síggja nøkur útlit fyri at fáa skipað viðurskifti at arbeiða undir fyrstu nógvu árini. Tá blokkstuðulin kom, var Skúlin á Trøðni, sum var ein danskur stovnur undir danska sosialstýrinum, lagdur undir føroyska skúlaverkið at umsita, og stutt eftir varð politisk avgerð tikin um, at sernámsfrøðiliga (skúlapsykologiska) ráðgevingin í Landsskúlafyrisitingini og spesialskúlin skuldu leggjast saman, og sernámsfrøðiliga ráðgevingin flutti inn í Skúlan á Trøðni í november 1991. Í ráðgevingini arbeiddu tá undirvísingarleiðari, psykologur, lesiráðgevi, taliráðgevi í hálvum starvi og sjónsráðgevi í hálvum starvi. Í Skúlanum á Trøðni var millum annað skúli við næmingaheimi, smábarnadeild, hoyritólatænasta, raddarviðgerð, og undirvísing av afatikarum. Ikki fyrr enn 1. januar 1998 vóru ráðgevingin og Skúlin á Trøðni formliga skipað í nýggjan stovn, Sernámsdepilin, og starvsfólkini fingu í desember 1997 skriv frá landsstýrismanninum í undirvísingarmálum, har sagt varð, at starvsstaður teirra frá 1. januar 1998 ikki longur var Skúlin á Trøðni men Sernámsdepilin. Sagt varð eisini, at starvs- og setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum skuldu fáast í rættlag og starvslýsingar verða gjørdar og sambært skrivinum varð miðað ímóti at hesi viðurskifti skuldu vera greið fyri 1. mai 1998. Síðani hava vit einki hoyrt um hatta! Í uppriti frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum í november 1997 um Sernámsdepilin verður sagt, at kunngerð skal gerast um nýggja stovnin. Hon er ikki komin enn! Seinastu trý árini hevur leiðslan í Sernámsdeplinum javnan vent sær til Undirvísingar- og Mentamálastýrið um at fáa ógreiðu viðurskiftini, sum sjálvandi skapa mistrivnað á arbeiðsplássinum og ótryggleika hjá foreldrunum, í rættlag. Meðan Signar á Brúnni var landsstýrismaður, varð kunngerð gjørd um sernámsfrøðiliga virksemi, men Signar á Brúnni fór frá, áðrenn hon varð sett í gildi, og Høgni Hoydal gjørdist landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum. Í vár frættu vit, at landsstýrismaðurin hevði fundir um Sernámsdepilin, men hann tosaði ikki við okkum. Vit frættu eisini, at hann ætlaði ikki at seta kunngerðina í gildi, men í staðin skuldi setast ein nevnd at endurskoða tað sernámsfrøðiliga økið. Tá eg frætti hetta og skilti, at heldur ikki hesin maðurin ætlaði at fáa ógreiðu viðurskiftini í Sernámsdeplinum og setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum í rættlag í bræði, fór eg av álvara at hugsa um at fara frá sum skúlaleiðari. Høgni Hoydal fór frá og Torbjørn Jacobsen kom til. Stjórin fyri Sernámsdepilin og undirritaða bóðu seinast í august mánaði um fund við nýggja landsstýrismannin, har vit greiddu honum frá sernámsfrøðiliga økinum og tørvinum á reglum, tað verið seg lóg ella kunngerð - onkrum, sum kundi geva arbeiðsfrið í Sernámsdeplinum. Hann lurtaði og lovaði, at vit skuldu frætta frá honum heilt skjótt. Vit hava ikki frætt frá honum enn! Men í Sosialinum 31. oktober sigur hann, at nú skal alt endavendast, alt skal fyri ein dag. Ein serkøn nevnd skal kanna, hvat játtanin verður brúkt til, og hvat er farið fram, síðani Sernámsdepilin varð settur á stovn 1. januar 1998. Fólk eru skelkað venda sær til okkara og spyrja, hvat tað er, sum fer fram í Sernámsdeplinum, sum ikki tolir dagsins ljós. Viðtalan í Sosialinum fekk meg ikki at siga upp, tí ta avgerðina hevði eg longu tikið. Hon fekk meg bert at senda uppsagnarbrævið 2. í staðin fyri 30. november. At enda kann eg siga, at vit, sum arbeiða við børnum við serligum tørvi, halda okkum gera eitt gott arbeiði eftir teimum umstøðum, vit arbeiða undir og í mun til ta avmarkaðu játtan, vit fáa. Starvsfólkið, børnini og foreldur teirra hava ikki uppiborið, at skiftandi landsstýrismenn gerast so ræddir av politiskum trummusláarum sum Rúnu Sivertsen og Finni Helmsdal, at teir loypa á leistum og skapa enn meira øsing í staðin fyri at tosa við tey, sum kenna óskipaðu skipanina, og heldur royna at skapa trygd, trivn-að og arbeiðsfrið á tí kensluliga viðkvæma sernámsfrøðiliga økinum. Ráð til myndugleikarnar: 1. Setið kunngerðina, sum er gjørd og hevur verið til hoyringar, í gildi og fáið setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum í Sernámsdeplinum í rættlag (sum eitt dømi um, hvussu neyðugt hetta seinna er, kann eg nevna, at í Smábarnadeildini arbeiða fólk við somu útbúgving og tey gera sama arbeiði, men lønarmunurin teirra millum er umleið 4000 kr. um mánaðin). 2. Setið síðani saman við almanna- og heilsuverkinum eina nevnd at finna fram til, hvussu tað verður gjørligt at finna heildarloysn fyri hvørt einstakt barn við serligum tørvi, uttan at foreldrini verða noydd at renna ímillum verkini fyri at fáa kanning, ráðgeving, undirvísing, viðgerð og frítíð at hanga saman. Í stuttum: Skundið tykkum at gera eina framtíðarætlan fyri sernámsfrøðilia økið, men tað er av størsta týdningi, at hon verður gjørd í samstarvi við Almanna- og Heilsumálastýrið. Góðan arbeiðshug! Høvuðsavrikini við framhaldi! Leivur Hansen, borgarstjóri í Tórshavn, eigur tøkk fyri áhugaverdan og ikki sørt stuttligan lesnað um høvuðsavrikini, ið sitandi býráð hevur framt undir hansara leiðslu hesi seinastu fýra árini. Sjúrður Poulsen Frágreiðingarnar hava staðið í bløðunum hesar seinastu dagarnar. Tá tú hevur lisið fyrra part, var fryktandi fyri, at nú mundu ikki fleiri brøgd vera at nevna. Men her fór tú skeivur, tí seinri partur var ikki soltnari. Kanska heldur hin vegin, og ikki var tað so heilt lítið, ið hetta minti teg um talið á Tívilsdøtrum. Her var ikki endi á. Kortini var tað so løgið, at einasta ynski, ið undirritaði, saman við kirkjuráðnum í Vesturkirkjuni fleiri ferðir hevur borið fram fyri býráð og borgarstjóra, bæði skrivliga og munnliga, ikki taldist millum avrikini. Ynski er, at býráðið breiðkar tann stubban av vegi, ið eftir er frá brúnni um Rættará - eystanfyri Vesturkirkjuna og niðan í Frælsa vegin. Tey eru ógvuliga mong, ið bæði ganga og koyra eftir hesum fáu hættisligu metrum, sum undrast á, at arbeiðið ikki fyri langt síðan er fingið frá hondini. Vónandi er tað bara eitt mistak, at borgarstjórin ikki nevndi hetta arbeiðið sum eitt av komandi avrikunum. Barnaansingarøkið >>Pedagogblaðið<< nr. 20, oktober 2000, hevur nakrar góðar og áhugaverdar greinar, sum viðgera skilið (óskilið) á barnaansingarøkinum her í Tórshavnar Kommunu, m.a. eigur Høgni í Stórustovu, nevndarlimur í Foreldrafelagnum, eina vælskrivaða gein, sum hann kallar >>Loysnin er altíð hinumegin valið<<. Gunnar Mohr valevni til Tórshavnar býráð Greinin, sum við greiðum orðum lýsur, hvussu út av lagi vánaligar umstøðurnar eru á barnaansingarøkinum í Tórshavnar Kommunu, kundi so ruddi-liga verði undirskrivað av hundraðtals foreldrum við børnum. Í greinini verður nærri greitt frá ávísum viðurskiftum á umrødda øki: >>Jánkaslig viðgerð<<, >>Ógreiðar upptøkutreytur<<, >>Stovnspláss játtast uppá gjøt, >>Um at tuska heim í býráði<< o.s.fr. Her má annað skinn takast um bak, eingin ivi um tað! Undirritaði, sum havi játtað at lata meg uppstilla til býráðsvalið, eri sannførdur um, at tær skyldur, sum býráðið hevur mótvegis barnaansing og barnauppaling, eigur at verða høgt prioriteraðar. Ja, fyrsta prioritet saman við øðrum kommunalum skyldum, at stuðla børn, ung og gomul. Sunnur politikkur í sunnum býi. Frá eini skúlanevnd til átta skúlaráð Ein far tað fatan, at landsins mynduleikar tilvita royna at blása upp umsitingina av samfelagnum. Jan Christiansen Býraðslimur fyri Fólkaflokkin Nýggj skúlalóg er samtykt, ið m.a. sigur, at gamla skipanin, við eini skúlanevnd í kommununi, skal broytast, so at hvør skúli hevur eitt skúlastýri ístaðin. Eftir árskiftið verða átta komunalir skúlar í Tórshavnar kommunu, og skulu hesir hava hvør sítt skúla-stýri við 9 fólkum. Tað merkir, at 72 fólk skulu veljast í hesi góðu skúlastýri, ístaðin fyri verandi skipan, har 5 fólk eru vald í skúlanevndina, ið er fyri allar skúlarnar í kommununi. Tað er heilt ófatuligt, at slíkt skal koma fyri. Ein far tað fatan, at landsins myndugleikar tilvita royna at blása upp umsitingina av samfelagnum, vit liva í. Skipanin, við fólkavaldari skúlanevnd, er foreldranna trygd fyri at skúlagongdin hjá børnumum er á tryggum støði. Samarbeiði mill-um skúla, foreldur, skúlanevnd og býráðið hevur roynst sera væl. Skjótt og lætt eru spurningar vornir greiddir partana ímillum, og harafturat hevur verandi skipan ikki kosta nógv at umsita. Nýggja ætlanin við átta skúlastýrum, hvørt við níggju fólkum, fer at geva skúlastjórunum og serliga býráðnum stórar eyka arbeiðsbyrðar. Hesi eyka ar-beiði saman við fundarpeningi til 72 fólk, fer at kosta kommununi fleiri hundratúsund óneyðugar krónur um árið. Býráðið eigur beinanvegin at heita á Løgtingið, um at broyta nýggju skúlalógina, so at kommunur við meira enn tí eina skúlanum, skulu kunna varveita verandi skipan við einari fólkavaldaru skúlanevnd. Leigu- og eldraíbúðir Alsamt størri og størri eftirspurningur er eftir leigu- og eldraíbúðum her í kommununi. Leivur Hansen borgarstjóri Í hesum sambandi er hugaligt at kunna staðfesta, at á báðum økjum eru ítøkilig stig tikin til tess at skapa møguleikar fyri tílíkum íbúðum. Eftir sera tungan burð, er kommunan nú umsíðir farin í samstarv við Íbúðargrunnin hjá Húsalánsgrunninum við tí fyri eyga at stovna sjálvsognarstovn, ið skal byggja og reka leiguíbúðir á Berjabrekku. Talan er um eina ætlan, ið fevnir um 60 íbúðir, sum skal fremjast í trimum byggistigum við 20 í hvørjum. Miðað verður eftir at bjóða arbeiðið út næsta summar, soleiðis at tær fyrstu íbúðirnar kunnu takast í brúk í 2002. Á eldraíbúðarøkinum er ein sjálvsognarstovnur, sum Íbúðagrunnurin eigur, í ferð við at umbyggja húsini hjá Zachariasi á Skipafelagnum, undir Pisuvarða, til fimm íbúðir. Harumframt hava Húsalánsgrunnurin og Íbúðargrunnurin ognað sær onnur lendi í kommununi til fleiri leigu- og lutafelagsíbúðir. Td. eina trøð við Dalavegin og seks raðhúsagrundir úti í Mattalág, sum í fleiri ár hava staðið í hálvum gekki og verið til ampa fyri grannalagið har úti. Ætlanin er ikki, at grunnarnir sum so skulu eiga og standa fyri byggingini av hesum íbúðum, men at búfelagsskapir við egnum viðtøkum skulu setast á stovn at eiga og reka íbúðirnar. Hesum tiltøkum hjá Húsalánsgrunninum kunnu vit í býráðnum ikki annað enn heilsa vælkomnum. Onkur býráðslimur hevur í valgrein havt lyndi til at geva Húsalánsgrunninum ábyrgdina av, at onki enn hevur spurst burturúr ætlaðu eldraíbúðarbyggingini á Skálatrøð. Hetta er heilt burturvið. Húsalánsgrunnurin var tvørturímóti til reiðar at fara undir hesa ætlanina saman við kommununi við smávegis broytingum. Men mongu eykakrøvini, ið komu á borðið undir nevndarviðgerðini av málinum (sum m.a. vóru grundað á parkeringsviðurskiftini), gjørdu, at Húsalánsgrunnurin tá samanum kom ikki helt seg til at luttaka í ætlanini. Vit býráðslimir eiga tí at taka í egnan barm í hesum máli og ásanna, at ábyrgdin fyrst og fremst liggur hjá okkum sjálvum. Persónliga havi eg ongar vónir um longur, at komið verður stórt víðari við hesum málinum á hesum sinni. Hetta er sjálvandi stórt spell fyri tey mongu eldru, ið nú av álvara vóru farin at gleða seg og síggja fram til, at okkurt umsíðir fór at henda við hesari nú eftirhondini 10 ára gomlu ætlan. Tey noyðast nú ístaðin at líta á, at komandi býráð hevur størri hegni og vilja enn sitandi býráð til at fáa eina endaliga loysn á Skálatraðarprojektinum. Kvinnur í býráðið Kvinnan hevur altíð havt stóran leiklut í føroyska samfelagnum. Elisabeth Joensen (Betta), býráðslimur Fyri ikki so mongum árum síðani var greitt arbeiðsbýti millum kynini. Meðan maðurin knossaði á sjónum, var tað kvinnan, ið stóð við allari ábyrgdini heima. Hon skuldi uppala børnini, matgera, vaska, bøta, binda og seyma, syrgja fyri, at alt heimaarbeiði varð gjørt t.d. torv, hoyggj, kýrnar skuldu mjólkast, kríatúrini skuldu ambætast o.s.fr. Tað sindri av peningi, ið maðurin vann, skuldi hon royna at fáa at røkka, og kvinnan lærdi at spara. Kvinnan tók sær av teimum gomlu, tá ið tey gjørdust óhjálpin. Arbeiðið hjá kvinnuni var fjølbroytt, hon skuldi vera køn á øllum økjum. Kvinnan var álitið í heimi sínum og hollur stuðul í samfelagnum. Mangan fekk føroyska kvinnan ikki ta tøkk og rós, hon hevði uppiborið. Tað vóru menn, ið tóku sær av tí politiska. Teir tóku tær stóru avgerðirnar. Arbeiðsmynstrið er nógv broytt, tað er ikki longur greitt arbeiðsbýti ímillum kynini. Kortini man dugur vera í føroysku kvinnuni við sama lag. Kvinnulyndið er hitt sama. Tað liggur til kvinnuna at kenna ábyrgd og hava menniskjaliga umsorgan. Seinnu árini hava kvinnur gjørt meira um seg. Kvinnur eru nú valdar á ting og í bý- og bygdaráð. Hjá flestu flokkum hevur gingið illa at fingið konufólk á listarnar til býráðsvalið. Kvinnur bera seg undan - ofta av góðum grundum, tí umframt at hava arbeiði, noyðast fær flestu eisini at taka sær av húsi, manni og børnum. Arbeiðsbyrðan er stór, flestu kvinnur hava ikki orku til at hugsa um ella taka sær av politiskum viðurskiftum eisini. Summar kvinnur hava ikki sjálvsálit, halda kanska, at menn duga betur, og nógvar kvinnur ræðast fyri at gera mistøk. Havi fingið upplýst frá Javnstøðunevndini, at í verandi bý- og bygdaráðum eru kvinnur bert umboðaðar við 10 %, tað er ymiskt frá oyggj til oyggj, hvussu kvinnuumboðanin er, men 21 kommunur hava onga kvinnuumboðan. Hugsa vit um Klaksvíkar Býráð, so eru 11 býráðslimir, og tá ið kommunuval var seinast, vórðu, á fyrsta sinni, tvær kvinnur beinleiðis valdar inn. Triðja kvinnan kom inn seinni. Neyvan man so nógv vera hent á sosiala økinum, sum hesi seinastu fýra árini. Hetta talar fyri seg. Tó skal viðmerkjast, at einki verður samtykt í býráðnum, uttan meirlutin er fyri tí. Einki ilt um menninar, vit hava sanniliga dugnaligar menn, men teir hugsa oftast fyrst um vegir, havnir, tunnlar o.s.fr., og sjálvsagt skulu hesi øki eisini røkjast. Umráðandi er, at eitt komandi býráð er myndað av báðum kynum, soleiðis at øll sjónarmið koma í ljósmála og øll øki verða væl røkt. Hetta eigur veljarin at hugsa um! Gávupolitikk ella ikki Nú allir valevnislistarnir eru komnir uppá pláss, fara veljarnir at hoyra okkurt frá teimun ymisku valevninum Finnleif Guttesen Tvøroyri Spennandi verður um hesi valevni fara at reka eitt slag av jólagávu agitation har lova verður gull og grønar skógir, soleiðis sum tað so tíðin er gjørt fyrr, ella eina agitation sum greiður Tvørafólki frá hvussu støðan veruliga er. Ikki tí, eg eri greiður yvir at flest øll vita nøkulunda hvussu støðan er hjá kommununi. Eisini verður tað áhugavert at síggja, um teir ym-isku býráðspolitikarnir fara at reypa av øllum tí teir hava fingið gjørt í farna valskeiði, summir mugu fara heili 25 ár aftur í tíðina fyri at vísa á alt tað góða sum teir hava gjørt og hvussu vánaligt aðrir hava stýrt. Um veljarnir í Tvøroyri fáa tað betri av hesum trúgvi eg ikki og tað er ikki so nógv tú fart gjørt við gamlar sindir, so betri má verað at hyggja frameftir. At føra ein meiriluta og ein minnilutapolitik á Tvøroyri er heilt burutvið og bert til skaða fyri okkum øll sum búgva í Tvøroyri. Um teir komandi 7 fólkavaldu politikarnir ikki kunna samarbeiða, ja, so eru teir ikki uppgávuna vaksnir. Sjálvsavgerðar-rætturin hjá kommununum Flest allir politikarir eru samdir um, at fleiri uppgávur skulu leggjast út til kommununar at umsita. Tað tykist ikki at verða nøkur ósemja millum landspolitikarar og kommunupolittikarar um hetta. Schumann Hjaltalin, býráðslimur Valevni fyri Sambandsflokkin Tó er tað ørkymlandi, um uppgávubýtið millum land og kommunu ikki er klárt útgreinað. Her er avgerandi at staðfesta, hvør skal gjalda, og hvør tekur endaligu avgerðina. Ein trupulleiki tykist verða, at tá landið letur eina uppgávur frá sær, so vilja teir tó hava ein fingur við í spælinum. Tað tykist, sum landið ikki metir, at kommununar eru sína uppgávu vaksin. Landsmyndugleikin hevur eitt komunalt eftirlit, sum skal halda eitt vakið eyga við kommununum, og tað er sum so einki skeivt við tí. Men hvar var hetta eftirlitið í áttatiárunum, her hugsi eg um ta politisku ábyrgdina hjá landsstýrismanninum. Hvørt eitt einasta lán, sum komununar tóku, varð góðkent av landsstýrinum, vit kenna bert eitt dømi, tá landsstýrið helt aftur, tað var tá táverandi landsstýrismaður í kommunumálum Karolina Petersen noktaði borgmeistaranum í Klaksvík at tekja Klaksvíkina. Landsstýrið eigur at gera so greiða lóggávu á tí kommunala økinum, at tað ikki er neyðugt við einum dýnulyftaraeftirliti. Um býráðspolitikarar fara út um lóggávuna, so skal hetta fáa avleiðingar fyri teir. Tórshavnar Kommuna er størsta kommuna í landinum og hevur hon tí flest umráði at umsita. Tað er tí neyðugt, at vit fáa eitt greitt býti millum land og kommunu, so hvør partur veit, hvørjum hann hevur ábyrgd av. Superheimføðingurin Winthereig Longu stutt eftir, at hetta tyranniska landsstýrið kom til valdið í Tinganesi, varnaðust fólk, at menn kendu sær einki hógv, táið tað galt um at manipulera við tíðindum ella sonevndum upplýsingartilfari. Virgar T. Dalsgaard, føroyskur dani og emigrantur Hetta var fyrstu ferð í føroyskum politikki, at menn hættaðu sær systematiskt at heilavaska fólk úr erva fyri skattgjaldarans pening. Ein fyrsta føroysk roynd í >>Big Brother<<-skipan, har menn eins og í Kreml gjørdu av, hvat var rangt, hvat var rætt, hvat debattin skuldi vera um og hvussu hon skuldi vera. Hetta kravdi eina sera vælkontrolleraða og dølska pressu, eitt einsrættað útvarp og eitt eiðasørt heimaføðisligt sjónvarp, sum kundu kyrra fólk og geva teimum villar innationellar hvørvisjónir um tað tilstundandi Høgnaríki. Við tað, at nógv fólk kendu seg sera ótrygg við tað, sum tey hildu fór at vera eitt andaligt fongsul, skuldu tey við vold og makt av fjølmiðlum tvingast til at skifta meining. Tí gjørdist tað avgjørt TABU at finnast at ella seta spurnartekin við Hoydalsrepublikkina ella fullveldi. Leitað varð dúgliga eftir teimum mest undirbrotligu miðlatrælunum, og tað treyt ikki við fúsum ørindadreingjum. Í sjálvum Tinganesi innrættaðu menn eina heimasíðu fyri landsstýrið, eins og allar aðrar stjórnir hava, men meðan slíkar í øðrum londum sjálvandi eru strangt politiskt neutralar, so var landsstýrisins heimasíða ein groft manipulerandi propagandasíða við vulgerari reklamu fyri Hoydalsfongslið! At fólk um allan heimin á Landsstýrisins Internetsíðum skuldu noyðast at lesa um eitt politiskt uppskot, sum bert ein partur av fólkinum ynskti, var og er bæði groteskt, ósømiligt og absurdt! Hetta er eindømi í bæði føroyskari og danskari søgu. Hugsið tykkum til, at Poul Nyrup hevði havt reklamu á tí ministeriellu heimasíðuni fyri einum uppskoti, sum Anders Fogh var ímóti. So hevði hann ikki verið statsministari ein dag afturat! Men tað var ikki nógmikið við tað. So kom Føroya dýrasti og longsti frístílur, hin sonevnda Hvítabók, sum var líka so saklig, sum um vit settu ein fótbólts-hooligan at meta um kvalitetir hjá andstøðuliðinum! Tað var óneyðugt oyðsl og tíðarspilli, sum bara førdi til, at menn barslaðu við einum politiskum neyðareggi. Síðani góvu teir aftur fyri almennan pening út eitt propagandarit fyri teirra politiskt privata projekt - tað fúla Høgnaveldið, sum flestøll ikki skoyta um. Skrivið var kortini sent fyri alment postgjald í hvørt hús! Hetta hevði í øðrum europeiskum londum verið nógmikið til eitt misálitisvotum, men Løgtingið lat sær lynda. Tað má kortini hava givið nógvum demokratiskt sinnaðum sjálvstýris- og fólkafloksmonnum vaml og moralskar pannurukkur, tí verður fyrst eitt álvarsamt parlamentariskt siðabrot framt, er tað næsta skjótt á veg. Endiliga høvdu teir, sum ofta ávíst her í blaðnum, ein sjáldsama lýdnan fjølmiðlaskara, sum stórt sæð ókritiskt lat seg stýra úr Tinganesi. Sjónvarpið sum politiskt amboð Tað er ilt at siga, hvør var allarstørsti heimføðingur millum fjølmiðlatrælir, men ein tann mest undirbrotligi skammrósarin hjá hesum landsstýri var so avgjørt almenni heilavaskarin, harra Øssur Winthereik. Hesin talentleysi skræðugákur legði fyri í sjónvarpi okkara við at skammrósa hvørjum ropi, sum kom frá landsstýrinum og hvørjum setningi úr Hvítu bók, sum um tað skuldi verið heilagar profetiir og skriftstøð, og ikki vulger og innantóm politisk rakstrarróp. Hann helt fram niðri í Danmark, har hann í sera einoygdari heimagjørdari sjónvarpssending saman við fastur fullveldi, frúnni Onniku og øðrum frelstum frellum úttalaði seg sum beinleiðis reklamumaður fyri harra Høgna Hoydal! Hesin dilletantiski videostubbi var skelkandi fyri okkum TV-hyggjarar í Danmark, við tað at eingin frá andstøðuni slapp at gera sína meting. Gud viti, hvussu hesir miðlamenn so lættliga høvdu fingið sær innivist í donskum sjónvarpi við so stupidari reklamusending. Táið nú okkara trætarar og trúttarar, sum fegin vilja eita samráðingarmenn í síðstu viku enn einaferð komu aftur, ongul í reyv, sjálvt um teir reypa av góðum fongi, var endiliga eitt satt høvi hjá harra Winthereiki til at sýnt onkra dygd sum avdúkandi og naskur sjónvarpingarmaður, men nei, hann dumpaði so eiggiliga, at sjónvarp Føroya gjørdist vánaligasta miðlastovnur hetta ólukku hóskvøldið og breyt av, soleiðis at føroyingar ikki sóu tað sama, sum danir hugdu at, og høvdu vit ikki havt útvarpingarmenn á Christiansborg, so hevði alt Føroya fólk verið snýtt og fingið heilt skeiva fatan av mjørkatámi- og uttanumtosi landsstýrismanna. (Onkur var so heppin gjøgnum parabolantennu at síggja, hvussu teir báðir dólgarnir dummaðu seg). Men teir báðir, Kári Durhuus og Per Højgaard skulu hava rós fyri tann mest objektiva tíðindaflutning, vit leingi hava sæð frá føroyskum journalistum um henda fruktaleysa óvitatrætnaða, sum summi fólk hava hildið verið samráðingar. Um tað er tað professionella journalistiska Christiansborgarumhvørvi, sum hevur fingið hesar menn at taka seg saman,e lla teir bara veruliga hava arkent, at tað hevur verið ov fúlt við hesi miðvísu Hoydalsstýringini, er fyri so vítt líkamikið. Tað, sum umræður, er, at vit fáa ein djarvan, erligan og avdúkandi politiskan journalistikk. Hesir menn tordu at herja afturímóti, táið teir fingu grunt, manipulerandi og mjørkakent uttanumtos sum svar frá Høgnamonnum. Hetta dirvi og hesin vilji hevur ligið álvarsliga á láni hjá føroyskum miðlafólki seinastu tredivu árini. Eftir at hesir báðir hava sýnt eina vissa professionalismu, sum vónandi ikki bara verður einsamallur jólalundi, stendur tann alment fíggjaði heilavaskarin, Winthereik serliga úrlætin, tí øll síggja, hvussu opinlýst hann liggur á búkinum fyri Høgna ella rennur sneisaørindi fyri fullveldið. Tað er ein fyrimunur fyri hyggjarar at vita, hvar vit hava heimføðingin, og hvussu lítið eftirfarandi, hann er. Eitt sindur um kreativan kommunalpolitikk Ikki eiti á tilboðum í bløðum frá teimum ymisku kommunalvalevnunum. Tað kemur mær fyri, at hetta er sum eitt gott útsalg á heystardegi. Frits Johannesen Einki ilt um tað. Rivini eru ræstnað, so skaldskapurin hevur eingi mørk í so máta. Tær steiktu pylsurnar og kókaðu pylsurnar hava rokan uppá av ketchuppi, leyki og sinnoppi - ja, onkur hevur ketchup >>í eitt hjørn<<, og angin av hesum royki stendur í næsarnar, so valevnini vita ikki hvørjum beini, tey skulu standa á. Ofta er tað so, tá ið útsalgið er av so hoyrist lítið og einki frá øllum tilboðspolitikkarunum. Onkur fall av, og onkur kom inn um grindina. Tá ið tú ert komin inn um, ja, so ert tú har. Nú er tað at politikkurin skal fremjast í verki. Viljin er góður, men tú hoyrir einki, og av og á er okkurt glepsið í bløðunum um okkurt, sum kanska argar eitt sindur. Valevnið, ið tú setti kross fyri gongur kanska tvørs av tíni polittisku hugsan, men ikki verður so nógv hugsað um tað. Tá ið ein tíð er umliðin, minnast fólk kanska ikki hvør kom innum, og hvør ikki kom inn. Eg sat i sóknarstýrinum í Fuglafirði í átta ár frá 76 til 84 og havi upplivað fyri stuttum, at onkur hevur fílst á, hví eg ikki atkvøddi fyri onkrum málið, sum kom fyri síðst í níti árinum. Hetta er bæði skemtingarsamt og ja, ber kanska boð um, meðan sitið varð í hesum demokratiska forum, at tú kundi gjørt meira vart við teg í skrift og talu, so fólk vitstu hvat tú gjørdi - verið meira kreativur og lætt ljóðið av, so okkurt, sum var meira út yvir tað dagliga, stóð eftir. Í mongum føri er tað tað sama sum fyrifert. Útstykking, vegagerð, keiðgerð, nýggjan skúla, ítróttarhøll, barnagarð, eldrabýlið.. o.s.fr. Einki ilt um tað. Spurningurin er kanska: Hvør eigur tað størstu oljuhavnina ?????? Her kemur mær fyri, at revagarðarnir spøkja aftur, ella flakavirkini á hvørjum tanga, ella aliringar á hvørjum firði ganga aftur. Hetta kann vera kreativt í sjálvum sær, men hví ikki leggja á ein annan bógv? Landið setir kommununum setning fyri, at eitt avmarkað krónutal skal verða til íløgur. Tá ið hugsað verður um ferðavinnuna koma ferðafólk ikki at hyggja at oljukeiðum, stórum ítrottarhøllum, pylsuvognum, kassaídnaðarøkjum, o.s.fr., men heldur onkrum, sum hevur tilknýti til okkara mentan. Latin verður prísur fyri reinastu og ruddiligastu bygd í Føroyum. Hetta er gott, men kanska skuldi landið givið kommunum boð um, at gjørt okkurt bæði einsæris og saman við øðrum kommunum, sum hevur størri mentanarligt virði. Hetta kundi eisini verið eitt uppskot sjálvandi frá kommununum, at lagt lunnarnar soleiði t. d.: Vit vilja bøta upp á neyst, gróthús, gomul hús í bygdini, varðveita ein ávísan býling, sum hevur siðsøguligan týdning, gjørt øki, hvar øll - listafólk, arkitektar, verkfrøðingar, leikur og lærdur tóku hendur saman og løgdu fleiri demensiónir í, so ikki alt snúði seg um mold, eyr, grús og asfalt, sum i mongum førum bert hevur eina dimensión. Peningur skal til. Tá ið landið vil hava at kommunur bert skulu brúka eitt ávíst krónutal til íløgur, átti at verið loyst av kjaftbandinum, at so mikið rann úr posanum, at ein demensión kom afturat politikkinum. Í útlondum sært tú nógv projektir, hvar arkitektar og listamenn hava gingið hond í hond og gjørt (lista)verk, sum fólk vitja fyri at síggja hetta megnar verk Ikki nýtist okkum at stíla so høgt, at vit fara um rygg, so kostnaðurin verður ov høgur, nei byrja í smáum. Eg haldi, vit hava skyldu til hetta. Hetta er so sera einkult. Tosið við listafólkini, arkitektar o. s. fr. um hetta. Hví ikki taka listafólk, pedagogar, sálarfrøðingar, arkitektar og handverkarar upp í, tá ið eitt byggiøki skal gerast byggibúgvið? Mín meting av hesum er ofta, at tað verður farið sera lætt um, tá ið spurningurin um trivna verður við gjørdur. Tað, sum hevur við dagliga lívið at gera, ja, tað nýtist ikki, tí fólk skulu sjálv skapa trivnaðin. Hetta er rætt, men tað verður væl betur avstað farið, um allar demensiónir verða hevdaðar. Verða ferðafólk var við, at eitt sjaldsamt øki, við listaligum árini er gjørt t.d. í Lopra, ja, so fara ferðafólk til hetta stað, og bera boð um hetta víða um. Hetta gevur aftur krónur og oyru í okkara kassa. Fyri fimm árum síðani, tá ið allar milliardirnar vóru farnar fyri bakka, hvussu nógv av hesum krónutali varð latið til listina, listaliga ráðgeving, arkitekturin og tað arkitektoniska? Tað var smávegis. Forbrúkið hevði verið ræðuligt. Tað harmaði mangan, tá ið komið varð út á eggina, at tað bert stóð kanska bara ein pylsuvognur eftir. Um so er at gerast skal ein pylsuvognur, lat hann so verða mobilan (farpylsuvogn). Hann kundi t. d. í Fuglafirði staðið mánadag Vesturi á Horni, ein týsdag Norðruri á Enni, Toftabønum mikudag, Uppi við Garð og á Bugnum hósdag og fríggjadag í Gjógvará og leygardag á Muntra. Nú eru øll mett í Fuglafirði, so kundi hann farið út á Kambsdal sunnudag at staðið. Soleiðis kundi gongdin verið. Nýggj grundøki í Nes kommunu Fólkatalið í Nes kommunu er vaksið skjótt seinastu árini, og vøksturin sær tíbetur út til at halda fram. Súni í Hjøllum, bygdaráðslimur Á nýggjárinum búðu 1118 fólk í Nes kommunu, meðan tann 30. september vóru 1152 fólk búsitandi her í kommununi. Seinnu árini eru fleiri nýggj sethús bygd. Eftirspurningurin eftir nýggjum grundøkjum er vaksin munandi, og tí hevur núsitandi bygdaráð avgjørt at gera nýggjan veg, sum bindur saman íbúðarøkini á Gadd og á Heygunum. Øll vegalongdin er umleið 700 metrar. Fyrsta byggistig, sum byrjaði fyri stuttum, er 160 metrar. Ætlanin er at halda fram soleiðis, at vit fáa umleið 300 metrar í ár. Vónandi fer nývalda bygdaráðið at vísa vilja til at halda fram við hesum arbeiði í komandi ári, tí her eru mong góð grundøki at fáa, samstundis sum ein tíðarhóskandi vegur verður gjørdur til útstykkingarøkið uppi á Gadd. Nývalda bygdaráðið eigur eisini beinanvegin at taka støðu til útstykkingarøkið inni undir Nesinum. Bert fá grundøki eru eftir har. Neyðugt verður at velja, hvar og hvussu útbyggingarætlanin skal fremjast inni undir Nesinum. Á fíggjarætlanini hjá Nes kommunu fyri 2001 er ætlanin at seta av 1,5 mió. krónur til nýggjar útstykkingar. Bussleiðin Bussleiðin hjá Býráðnum skal økja frekvensin til at koyra hvørt 20 minut so at tænastan til nýtaran kann verða enn betur. Johan Mortensen Valevni fyri Tjóðveldisflokkin Bussleiðin er ein kærkomin tænasta sum ikki kostar Býráðnum meira enn slakar 9 mió. og fær Býráðið umleið 30% aftur av kostnaðinum frá ferðaseðlagjaldinum. Tað eru enn økir sum ikki hava buss samband, td., av Hamarinum á Argjum. Ætlanir eru at gera eina leið hagani kring Havnina sum við einum 20 min., frekvensi fer at bøta munandi um sambandi og nýtsluna av bussunum. Ætlanir eru at gera ein nýggjan býling í Hoyvíkshaganum. Tað er umráðandi at hetta øki fær bussamband beinanvegin farið verður undir at grava út so at ikki verður sum á Norðastahornið sum ikki fekk bussamband fyrenn ár eftir at økið varð bygt. Býráðið eigur at stuðla bussleiðini so at privata ferðslan minkar. Fleiri og fleiri og privatir bilar við dieselmotori koyra í Havnini við harav størri og størri dálking. Hetta kan ikki góðtakast útfrá einum >>grønum sjónarmiði<< og við heilsuni hjá borgarunum í huga. Tað er átaluvert at Shell og Statoil ikki hava so reina dieselolju á sínum sølustøðum soleiðis at bussarnir kunnu nýta sokallaði umhvørvisfiltur, dieseloljan er snøgt sagt ov skitin! Hvat sigur Heilsufrøðisliga Starvsstovan til hetta mál ? Tjoðveldisflokkurin vil stuðla bussunum. Familjupolitikkur Eg vil fegin koma við mínum íkasti til kjaki um barnagarðstrupulleikan. Hildur Eyðunsdóttir Valevni hjá Tjóðveldisflokkinum Trupulleikin tykist ikki at vera at byggja stovnarnar, tí tað eru øll so rørandi samd um. Men finnst nakar veruligur politikkur innan øki. Ongar discount-loysnir verður sagt, men hvussu verður hetta tryggja. Vit eru ávegis at fáa privatar barnagarðar, men hvussu gjøgnumhugsaðar eru hesar loysnir. Eg haldi at børnini verða gloymd í allari skrivingini har barnaansing einans verður gjørt til hagtøl við bíðilistum og hvussu nógv hesin og hasin politikkarin hevur megna at fáa tilvega. Trýstið á politikkarnir og akutta neyðin hjá foreldrunum kann hava við sær at man fokuserar uppá nøgdina av plássum og gloymir børnini. Longt foreldrafarloyvi Vit eiga at seta umstøðurnar hjá børnunum og smábarnafamiljunum sum heild á dagskránna, og spyrja okkum sjálvi hvat vit vilja. Er tað rætt at øll børn skulu út á stovn longu tá ið tey eru 6 mðr. gomul, tí at foreldrini eru noydd at fara aftur til arbeiðis? Hvørjum tænir hetta? Børnunum? Familjunum? Kvinnunum? Samfelagnum? Ella hvørjum? Samfelagið er broytt so mikið nógv gjøgnum árini og í dag er tað mest vanliga at bæði mamman og pápin arbeiða allan dagin, og børnini hava langan dag á stovni. Tað er ein sera strævin tíð bæði hjá børnunum og teimum vaksnu tey fyrstu árini. Hjá støkum uppihaldarum eru umstøðurnar ikki frægari heldur øvugt. Tí haldi eg at tíðin er komin til at foreldur sum ynskja tað, skulu fáa ein veruligan valmøguleika at vera heima longur við longdum foreldrafarloyvi. Eftir mínum tykki eigur býráðið at birta uppundir, at løgtingið broytir lógina um foreldrafarloyvi soleiðis at foreldur kunnu velja at vera heima hjá børnunum longri. 200 Yvir 200 ótolin ung fólk standa í dag og bíða eftir einum grundstykki so at tey kunnu fara at seta fótin undir egið borð og sjálvi smíða sær eydnuna góða. Johan Mortensen Valevni fyri Tjóðveldisflokkin Hesi fólk hava ikki stundir at bíða meira, nóg leingi er drálað, teirra tol er uppi. Komandi Býráð má gera alt sum gerast kann fyri at grundstykkjatørvurin verður nøktaður alt fyri eitt. Býráðið má bera so í bandi at hesi stykkir kunnu keypast fyri ein rímuligan prís soleiðis at hesi ungu fólk, sum seta búgv fyri fyrstu ferð, ikki seta seg ovurhonds skuld sum tað tekur eitt heilt lív at gjalda aftur. Hetta skal verða tey greiðu boðini til Fyrisitingina hjá Býráðnum. Vinnulívið fer eisini skjótt at tørva grundøkir, ikki minst nú oljuídnaðurin fer at taka seg upp rundan um Havnina í Tórshavn. Tjóðveldisflokkurin vil gera nakað við grundstykkjatørvin og tær ungu Havnarfamiljurnar. Musikkskúlin - illa fór hann At almennu musikkskúlarnir, sum í seinnu helvt av 50-árunum tóku seg upp í Svøríki og nakað seinni í Danmark, skaptu eitt gróðrarlendi undir og eina av útbreiðslu av virkna tónleikalívinum sum ongantíð áður í norðurlendskari tónleikasøgu, eru øll tónlistafólk á einum máli um. Ólavur Hátún Í Føroyum varð hugskotið um slíka musikkskúlaskipan borið fram tíðliga í 60-árunum; men ikki fyrr enn smá 20 ár seinni slapst til verka við slíkum royndum her. Og væl vignaðist hjá Royndarmusikkskúlanum, sum, byrjandi í Tórshavn, Gøtu og Fuglafirði á heysti 1981, eftir fáum árum breiddi seg út um at kalla alt landið. Tey trð musikklærarastørvini, sum lagt varð fyri við, høvdu í 1985, tá musikkskúlar vórðu skipaðir sambært musikkskúlalógini frá árinum fyri, vaksið seg til ikki færri enn 24,5 størv, og so mikið varð strongt á eftir musikkskúlatímum úr øllum musikkskúlaøkjum, at læraratalið í 1989 var komið heilt upp á 44 størv. Hetta virksemið gav eisini úrslit, og sum besta dømi hevur áður verið borið fram, at Musikkskúlin í Vágum eftir hesum fáu árum fekk bygt upp eitt Ungdómsorkestur, sum var at meta sum tað fremsta í landinum, og sum eisini vann sær viðurkenning á ferðum uttanlands. Men um hetta mundið var kreppualdan við at taka seg upp, og í musikkskúlaumsitingini varð tí sjálvboðið aftur farið niður um tey fjøruti størvini, um enn stavnhaldið var ein landsumfatandi musikkskúlaskipan við 50-60 lærarastørvum - frændur okkara fyri vestan hava 600 musikklærarastørv! - hýsandi øllum tónleikamennandi virksemi bæði til ljóð, rørslu og teoretiskar greinir og fatandi um aldursbólkar frá pinkubørnum og upp í búnan aldur. Men tá ið vandi varnaðist fyri, at fíggjarliga støðið fór at verða tikið undan musikkskúlanum á landsjáttanini, komu allir landsins musikkskúlaleiðarar saman til fundar at viðgera viðurskiftini, og niðurstøðan gjørdist, at fór læraratalið niður um tey 35-37 størvini, fór musikkskúlin at koma í óføri við sínum aðalendamáli, sum er at skapa fyritreytir fyri virknum tónleikalívi um alt landið. Vit fingu tá í lag eina ískoytisskipan, har kommunur sjálvbodnar rindaðu tað, sum restaði í til tey 35 størvini, og bjargaðu okkum á tann hátt undan beinleiðis kreppu. Tá ið ein komandi fíggjarlóg var undir viðgerð, kom eg sum táverandi musikkskúlaleiðari mær á tal við fíggjarnevndarformannin Jørgen Thomsen við teirri inniligu bøn, at musikkskúlajáttanin kundi verða hækkað við hálvari millión, sum kundi tryggja musikkskúlaskipanini um ikki fullgóð so tó framhaldandi livilig kor. Minnist, at tann heiðursmaður Jørgen Thomsen tá tók soleiðis til orða: >>Er henda hálva milliónin so týðandi fyri tykkum, tá mugu vit siga, at hon >>veltir onki less<< hjá landinum.<< Men tíverri møtti musikkskúlin ikki somu vælvild í nýggja landsstýrinum, og ikki bert varð noktað okkum at halda fram við okkara fyribils neyðloysn við ískoytisskipan, men eisini varð landsjáttanin skorin niður, og við ein brest datt musikkskúlavirksemið niðuraftur á tað virksemisstøði, sum hann byrjaði við, og sum hann enn stendur á: 25 lærarastørv. Musikkskúlin, sum áður var vónríkasti vøkstur í føroyskum mentanarlívi nakrantíð, hevur eftirsíðan lavað sum lamskotin fuglur úti um landið uttan nakran møguleika at spenna flog, so sum karmar eru til. Í orð og tal hevur tað seinnu árini so hugaliga verið ásannað frá politiskari síðu, at mentanin meira enn nakað er lívgevandi mergurin í fólkinum. Vit hava eisini kunnað glett okkum um, at landsjáttanin til mentanarlívið í hesum skeiði er munandi økt. Men musikkskúlin hevur framhaldandi verið við sviðusoð. Fyri okkum mongu, sum við áhuga fylgja við, hvørja lagnu hesin týdningarmesti stovnur innan okkara tónleikalív fær, var tað skelkandi at hoyra í útvarpinum, at musikkskúlin heldur enn endiliga at fáa betri sømdir og rúmari ræsur nú aftur verður skerdur í landsfíggjarjáttanini. Hugsi ikki júst so nógv um tær fáu túsund krónurnar, sum talan er um, men meira um tað framhaldandi vantandi medvitið millum okkara politikarar um støðu musikkskúlans úti um landið og um tann samfelagsliga týdning, hann annars ber í sær, fær hann bert tey gróðrarlíkindi, sum hann hevur uppiborið. Politiskur vilji = tóm orð Seinastu nógvu árini hevur nógv verið tosað um møguleikarnar fyri at fáa virksemi ígongd aftur runt í landinum. Pauli Einarsson valevni Javnaðarfloksins Trongisvágur Tosið endar fyri tað mesta við einari samanlíkning ímillum Havnina og restina av Føroyum. Havnin og tað sum liggur rundanum, verður í nútímans talu kamouflerað við orðinum Miðøkið. Hetta er bara ein roynd at spjaða Føroyar, sum fyrr var eitt samlað land, og skapa frontar ímillum oyggjar og bygdir. Tíverri loypa landspolitikkarar á sama vognin við at taka undir við teimum lærdu ráðgevum, sum siga, at rákið ger, at alt skal samlast á einum stað, men tað er ikki rætt. Tað hevur alla tíð verið so, at fólkið vil búgva so tætt saman sum gjørligt, tí tá er lættari at verja seg ímóti ymiskum vandum. Í hesum framkomna landi er vandin ikki stríð við vápnum, men heldur innanoyggja stríð um, hvar virksemi skal vera. Um vit vilja hava eitt land, sum gevur møguleikar hjá fólki, eisini við góðari útbúgving, at støðast í teimum ymisku oyggjunum, mugu teir, sum valdir eru at stýra landinum, skjótt vísa hetta í verki. Vit, sum búgva í Suðuroy, uppliva ferð eftir ferð, at tá vit vísa á onkran nýggjan møguleika fyri virksemi í oynni, so verður hetta uppskotið, av landsins politikkarum,samanlíknað við onnur øki í landinum, sum teir halda liggja betur fyri. Tí tonki eg: Hvønn er tað betur fyri? Er tað fyri tey fáu útvaldu av teimum, sum búgva her í landinum, ta fremmandu vinnuna, sum kemur inn til Føroyar ella hesar báðar partar samlaðar? Suðuroyggin liggur ikki verri fyri enn aðrar oyggjar í Føroyum. Tað er bara ein spurningur um, hvat ein samanlíknar við. Vit, sum búgva í Suðuroy, krevja sama møguleika sum øll onnur í landinum, tí vit hava somu skyldur sum øll onnur, men vit merkja, at vit fáa ikki tað sama sum onnur, fyri skattapeningin, sum vit gjalda í Landskassan. Fyri at taka eitt dømi, vil eg nevna ágangin frá restini av Føroyum, við landsins politikkarum á odda, ímóti at gera Drelnes á Tvøroyri til eina veitingarstøð til oljuvinnuna. Grundgevingar hava verið fleiri, so sum at øll skulu hava sama møguleika, vinnan skal sjálv skipa fyri hesum. Tann grovasta og seinasta grundgevingin fyri at myndugleikarnir ikki vildu vísa á Drelnes var, at myndugleikarnir kundu ikki geva einari danskari fyritøku einkarætt til veiting úr Føroyum. Myndugleikarnir vita fullvæl, at danska felagið, sum er við í ætlanini at gera Drelnes til veitingarstøð, er tann parturin av einum samtaki, sum kemur inn við nógvum royndum á økinum. Tað er í veruleikanum eitt føroyskt felag sum hevur nógv ár á baki á Tvøroyri, innan bæði reiðaravirksemi, handil og flutning, sum hevur fingið sær ein útlendskan samstarvsfelaga. Hesin samstarvsháttur er ikki annað enn tað, sum Oljumálastýrið hevur víst á sum ein rættur vegur hjá føroyskum fyritøkum, at koma inn í oljuvinnuna. Tað eru fleiri onnur virki og feløg í Føroyum, sum hava fingið sær útlendskar samstarvsfelagar, so R. B. Thomsen er ikki nakað eindømi. Munurin er bara tann, at hinir búgva ikki í Suðuroy. Eg dugi ikki at síggja, hvat, ið kann forða einum landstýrismanni at áleggja oljufeløgum, at brúka eina ávísa havn í Suðuroy, á sama hátt sum teir við lóg áleggja fiskimonnum, at selja ein ávísan part av veiðuni gjøgnum eina uppboðssølu norðanfjørðs. Hetta vildi ikki kostað Landskassanum eina einastu krónu, bara skapt størri møguleika fyri øðrum virksemi, og harvið betri trivnaði í Suðuroy. Havnin fingið tronga íløgujáttan Nú nærkast býráðsval, og valevnini royna eftir bestu evnum av lýsa síni hjartamál, ikki øll hugsa um at alt hetta kostar pening og at Tórshavnar kommuna hevur fingið eina sera tronga íløgujáttan frá Landsstýrinum, hetta eiga valevnini at hugsa um tá >>lovað<< verður. Bent J. Hansen Valevni á lista B Undirritaði, ið er valevni á lista B fer í nøkrum komandi greinum at lýsa nøkur mál, ið ikki eru valagn men trupulleikar, ið mugu loysast í komandi býráðssetu og sum undirritaði metir kunnu loysast uttan at íløgujáttan kommununar verður tyngd. Útstykkingaríbúðir Útstykkingar skulu gerast í total-enterprisu t.v.s. at entreprenørur/byggisamtak keypir jørðina frá kommununi og í samstarvi við teknisku deild býráðsins, ger planlegging fyri økið, og ger tað byggibúgvið. Entreprenørurin/byggisamtakið ger síðan lyklaklár hús í avtalaðum sniði á hetta økið, ið eru klár til brúkaran at keypa, hervið skal kommunan ikki í lumman eftir teim fáu íløgukrónunum, og økt ferð kann koma á íbúðarbyggingina í kommununi. Hetta vil geva kommununi størri frælsi til íløgur á skúlaøkinum, eldraøkinum og á barnaansingarøkinum, hetta vil undirritaði koma inn á í seinri grein. Barnaansingin Nevndi í fyrstu grein míni møguleikan fyri at umganga íløgukarm landsstýrisins, fyri at røkka longri á íbúðarøkinum. Hesin háttur kann eisini nýtast tá talan er um bygging av barnagørðum. Nú býráðið hevur tikið avgerð um at eingin nýggjur býlingur verður bygdur uttan barnagarð, skuldi verið lagamanni at latið byggiharran/samtakið, ið ger útstykkingina, eisini bygt barnagarðin og yvirtikið hann sum leigumál í X antal ár, ið inngongur sum keypspeningur, soleiðis kunnu vit fáa frístillað kapital til útbygging av barnarøktini í øðrum pørtum av býnum, og harvið fingið størri ferð á útbyggingina av barnaansingini. Mín meining, um loysing frá Danmark! Eg meini sjálvur ikki, at tíðin er røtt, til eina loysing frá Danmark. Poul Johannes Poulsen (Pollurin) í Viborg Tí so leingi, at vit enn ikki hava uppá byrja tí nógv umtalaðu oljuboring, og eru en ikki uppá byrjaðir, at leita eftir oljuni, sum nú skal vera undir - grundini við Føroyar. Og at eingin olja er funnin enn. Og alt er enn við tað ósikra, um nøkur olja nu er har... >>Vil eg sjálvur meina, at tíðin ikki er tann heilt rætta enn til at Føroyar, kunnu loysa seg úr ríkisfelagsskapinum við Danmark, og skulu standa á egnum beinum, og royna at klára seg heilt sjálvir... So vil eg meina, at vit føroyingar mugu síggja tað soleiðis, at vit ikki enn kunna klára okkum sjálv enn. Um ein kreppa nú brádliga skuldi vundið seg upp aftur í Føroyum. Men tað kunnu vit nú klára, um vit nú forsatt eru ein partur av Danmark, og blíva verandi undir Danmark, eina tíð enn, møguliga í nøkur ár enn, um tað nú skuldi verið neyðugt...<< Vit mugu fyrst og fremst, finna tí olju, ið møguliga nú skuldi verið undir undirgrundini við Føroyar. Og eisini nú finna hana, og fáa vunnið okkurt heilt gótt við oljuni, og tíð møguligu tryggu og góðu inntøku, (vinnu) til landið, er blivin ein heilt tryggari, um nú oljan veruliga verður, og eisini er har. Og blívur, og er okkara ogn... >>Tástaðni vil eg meina at, tá er tíðin tann rætta, at hugsa tann tankan, um at Føroyar tá skuldi nú roynt at staðið á egnum beinum. Og standa heilt uttan fyri Danmark... Ja! Tá er ein loysing frá Danmark, tann rætta tíðin. Og slett ikki fyrr...!<< Tú veist ikki um vit nú eru keyptir ella seldir. Um ein loysing frá Danmark kemur áðrenn oljan nú er funnin, v. m... Tí, eitt er sikkurt og vist, og tað burdu allir Føringar vita, sum hugsa seg væl og gott um... Og tað er at fara nú Føroyar úr felagsskabinum við Danmark áðrenn, ja;; Nú! >>Ja! So stendur aftur ein nýggj Kreppa, og lúrir beint uttan fyri okkum, um loysing vil henda nú (áðrenn)... Og tað vil, smildra alt tað, ið er; og bleiv tá uppaftur bygt, frá tí sístu kreppu, ið rakti Føroyar í 1992. Og hon vil vera nógv verrið hesa ferð, um kreppan nú kemur. Tí tá er slettis eingin hjálp frá Danmark, sum tað var fyrr, og tá verður ringt, at fáa tað heila uppaftur á føtur aftur, eftir einari kreppu, tað er vist og satt...!<< Vónandi stemma teir flestu føringar, eitt fyribils (N E I.) Tá tann tíðin kemur til at tað tá skal stemmast, (atkvøðast) um Føroyar skal nú loysa seg frá Danmark... >>Stemmið heldur (JA ! ) tá ið oljan er funnin, og inntøkan (vinnan) er tryggari enn hon er nú.! Um eitt nýtt val skuldi komið aftur eina ferð í framtíðini...<< Eldrarøkt í nærumhvørvinum Pensionistahúsið á Strondum er eitt talandi dømi um, at tey gomlu í kommununi hava víst stríðsvilja tá tað ráddi um at skapa karmar um teirra felagslív. Tummas Eli Høj Joensen Valevni til kommunuvalið í Sjóvar sókn Men tá tað kemur til ansing av óhjálpnum pensionistum (á til dømis ellis- og umlættingarheimum), verða tey gomlu send langan veg av bygdini, fyri har at fáa hjálp. Sum nútíðarsamfelagið er samansett, er neyðugt at gomul og óhjálpin fáa tilboð um røkt, og best er um henda hjálpin er at finna í nærumhvørvinum. Tí eigur frá kommunalari síðu at verða miðað ímóti at útvegað verða umlættingarpláss eftir tørvi. Heimloysi er ein veruleiki! At tað ikki bara er í stórbýum úti í víðu verð, at heimloysi er ein trupulleiki, hava vit so dyggiliga fingið staðfest síðstu tíðina. Heðin Mortensen býráðslimur sambandsvalevni til Tórshavnar býráð Javnan hava tíðindi verið borin um heimleys, ið onganstaðni hava at vera og tískil tykjast vera ein gloymdur partur av samfelagnum. Sum eg fyrr havi víst á, eru landsins almennu sosialu myndugleikar als ikki uppgávuna vaksnir, tá tað snýr seg um hesi, ið onkursvegna eru endað á lívsins skuggasíðu, so tey ikki so mikið sum eiga ella kunnu fáa taka yvir høvdið. So leingi kommunurnar eru í hafti og ikki sleppa at loysa hesar trupulleikar, sær ikki út til, at teir verða loystir heldur. Fekk nú ein dagin á gátt eitt blað, ið greiddi frá, at Kafé Blákrossstovan helst fer at lata aftur, tá hetta árið er farið, tí hon hevur eitt hall upp á 200.000 krónur. Ikki er líkt til, at landsstýrið virðismetir tað stóra arbeiði, ið her verður gjørt, so tí má tað gerast uppgávan hjá Tórshavnar kommunu at rætta eina hjálpandi hond, so henda neyðuga kafé framvegis hevur eitt tilboð til tey heimleysu, tá vit fara inn í næsta árið. Eins og stuðul eigur at verða latin Herberginum hjá Frelsunarherinum, ið veitir teimum heimleysu hjálp á náttartíð, so tey ikki skulu sova undir opnum himni, eigur Tórshavnar kommuna at stuðla Kafé Blákrossstovuni, so tey heimleysu og onnur hava eitt stað at halda til í um dagin. Megna vit sum kommuna ikki á henda hátt at hjálpa hesum heimleysu, ið annars einki kunnu vænta sær frá almennu sosialu landsmyndugleikunum, eru vit partur av einum nógv fátækari samfelag, enn vit munnu geva okkum far um. Sjálvandi eigur eingin at liggja nátt uttandura, og sjálvandi eigur heldur eingin at hava fyri neyðini at vála kring býin um dagin, tí eingin hurð er opin! Drotning Ingrid farin Týsdagin andaðist hennara hátygn drotning Ingrid á Fredensborg 90 ára gomul. Drotningin hevur verið rættuliga byrg og hóast hon hevur verið boygd av elli, so hevur hon javnan verið at sæð seinastu árini. Kongshúsið Jústinus Leivsson Eidesgaard Men í seinastu viku, tók heilsan rættuliga at bila og týsdagin viknaði hon burtur í einki og andaðist. Hon visti til sín tað seinasta. Úr Føroyum hevur løgmaður, Anfinnur Kallsberg, vegna Føroya Fólk, sent hennara hátygn, Margretu drotning, samhugafjarrit, orðað bæði á føroyskum og á donskum. Fjarritið er soljóðandi: "Det færøske folk deltager i Deres Majestæts savn og sorg ved Dronning Ingrids bortgang. Vi mindes i taknemmelighed og respekt Dronning Ingrids gerning for det færøske folk. " (undirskrivað Anfinnur Kallsberg løgmaður, red.) Drotning var savnandi persónurin í danska kongahúsinum, eisini eftir at hansara hátygn Fríðrikur kongur doyði fyrst í sjeytiárunum. Hon hevði stóran kærleika til familjuna og hevði stóran týdning fyri Fríðrik krónprins, serliga tá íð hann var lítil og mamman var nógv upptikin av at umboða Danmark. Drotning Ingrid hevur fleiri ferðir vitjað í Føroyum. Drotningin fer til gravar í Roskilde dómkirkju komandi hósdag 14. november klokkan 13:50. og Føroyar verða helst umboðaðar av løgmanni. Friður verður við minninum. John Johannessen - john@sosialurin.fo Broyttu reglugerðina til egnan fyrimun Tríggir av flokkunum í Tórshavnar Býráð samtyktu týskvøldið at loyva politiskum lýsingum á býarbussunum til frama fyri sítt egna valstríð Týsdagin kallaði býráðsformaðurin í Havn til eykabýráðsfund við einum máli á skránni. Gerast skuldi av, um verandi reglugerð fyri Bussleiðina skuldi broytast, so politiskar lýsingar í sambandið við býráðsvalið kundu loyvast á býarbussunum. Orsøkin til fundin var, at tríggir flokkar í býráðnum, nevniliga Sambandsflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin, høvdu gjørt avtalu við eina lýsingastovu um at gera lýsingar til valstíðið at seta á bussarnar, og nú lýsingarnar vóru lidnar og skuldu setast á bussarnar varð funnið út av, at hetta sambært reglugerðini ikki var loyvt. Týdningarmikið mál Á heimasíðuni hjá Tórshavnar Býráð stendur at lesa, at býráðið heldur eykafundir, tá støða skal takast til týdningarmikil mál, sum hava skund. Eitt slíkt mál metti Leivur Hansen, býráðsformaður, málið um lýsingarnar á bussunum vera, og gjørdi hann tí av at kalla til eykabýráðsfund týsdagin við stuttari freist. Hetta var eitt týdningarmikið mál, tí tað snúi seg um politiskar lýsingar áðrenn býráðsvalið, sum er um ikki so langa tíð. Lýsingastovurnar høvdu longu gjørt avtalur við busseigarar, og tá busseigarar heittu á býráðið um at fáa reglugerðina broytta, helt eg tað sjálvsagt vera umráðandi, sigur Leivur Hansen. Býráðsformaðurin heldur, at broytingin er ein liberalisering, ið var neyðug fyri busseigararnar. Skundað ígjøgnum Málið um politiskar lýsingar á býarbussunum í Havn tók seg upp, tá tekniska nevnd hjá býráðnum hevði fund hósdagin 2. november. Á hesum fundinum kom málið eins og á býráðsfundinum fram sum eitt eykamál, ið ikki stóð á vanligu dagsskránni. Tá fundurin í teknisku nevnd varð settur, boðaði Klæmint Olsen, formaður, frá, at hann hevði eitt eyka mál liggjandi, sum ikki stóð á dagsskránni. Tá eingin býráðslimur mótmælti hesum, varð gjørt av at viðgera tað á fundinum. Endin av viðgerðini í teknisku nevnd varð, at ein meiruliti mælti til at samtykkja at broyta reglugerðina, meðan minnilutin kravdi málið fyri býráðið. Tí sendi býráðsformaðurin út fundarboð seinnapartin týsdagin um, at býráðsfundur skuldi verða týskvøldið. Mótmæltu Á býráðsfundinum mótmæltu býráðslimir úr hinum flokkunum, at hetta málið um politiskar lýsingar á býarbussunum yvirhøvur varð viðgjørt beint áðrenn býráðsvalið. Men hesar grundgevingar vunnu ikki frama. Í staðin samtyktið býráðið at strika orðingina í grein 17 í sáttmálanum hjá Bussleiðini, ið sigur, at tað ikki er loyvt at hava politiskar lýsingar á ella í bussunum. Torfinn Smith, býráðslimir finnist í viðmerking í bløðunum í dag harðliga at avgerðini hjá býráðnum. Ein av niðurstøðum hansara er, at býráðssamtyktir bert eru galdandi til tær eru til ampa fyri býráðslimir. TEKSTBOX: Soleiðis sá grein 17 í reglugerðini fyri sáttmálan við Bussleiðina út til í gjár. Nú er seinasti setningurin strikaður § 17 Lýsingar kunnu vera inni í og uttan á bussunum. Sáttmálagevarin hevur rætt til ókeypis ar nýta 1/4 av lýsingarplássinum inni og velur sjálvur, hvørji pláss verða nýtt. Við dags varningi skulu lýsingar innan takast við. Arbeiðstakarin hevur annars allar inntøkur av lýsingunum innan og uttan á bussinum. Lýsingarnar skulu vera eftir internationala reklamukodeksinum. Arbeiðstakarin hevur alla ábyrgd yvir fyri lóggávu av lýsingum frá øðrum enn sáttmálagevaranum. Sáttmálagevarin kann nokta lýsingum, sum leggja upp til kapping við Bussleiðina. Ongar politiskar lýsingar mugu vera á ella í bussunum John Johannessen - john@sosialurin.fo Krevur eykajáttan til Akravegin Vegurin millum Lopra og Akrar er í ógvuliga vánaligum standi. Hendrik Old vil hava løgtingið at samtykkja eina eykajátta, so vegurin kann gerast sum skjótast Vegastrekkið millum Lopra og Akrar í Suðuroynni er í so vánaligum standi, at bussarnir hjá Bygdaleiðum, bilarnir hjá IRF og oljubilar sýta fyri at koyra eftir tí. Hetta heldur Hendrik Old úr Javnaðarflokkinum ikki sømir seg í einum framkomnum samfelag, og tí hevur hann latið løgtingsskrivstovuni eitt uppskot um eykajáttan á 300 túsund krónur at leggja fyri tingið fríggjadagin, so vegurin kann gerast sum skjótast. Arbeiðið á Núpinum millum Vág og Lopra er júst liðugt, og tí skuldi borið væl til at flutt fólk og útgerð hagani til vegin millum Lopra og Akrar, vísir Hendrik Old á. Tingmaðurin, sum er valdur fyri Javnaðarflokkin í Suðuroynni vónar, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum kann finna eina loysn, so vegurin kann gerast sum skjótast. Ber hetta ikki til, heldur hann tað verða neyðugt, at eykajáttanaruppskotið verður samtykt. Tað ber ikki til, at fólk skulu liva undir so vánaligum umstøðum, sigur Hendrik Old. Hendrik Old vísir á, at skúlin á Leiti, sum er bygdaskúli fyri Lopra og Akrar liggur mitt á nevnda vegastrekki, og tí eru um 20 skúlabørn í aldrinum 7 til 12 ár noydd at ferðast eftir hesum vegastrekki dagliga. Vegurin er vorðin so smalur eftir at SEV hevur grivið kaðal ígjøgnum hann, at skúlabørnini eru noydd at leypa av vegnum, tá ein bilur kemur, og hetta kann ikki góðtakast, sigur Hendrik Old. Játtanin til Landsverkfrøðingin á fíggjarlógini í ár er um at vera brúkt og á fíggjarlógaruppskotinum til næsta ár eru bert 1,2 millónir settar av til viðlíkahald av vegunum í Suðuroynni. Hetta heldur Hendrik Old vera lægstu játtan í nýggjari tíð. Bygdaráðsformaðuri í Sumbiar Kommunu, Jacob Vestergaard, hevur eisini gjørt vart við seg í sambandi við vegin millum Lopra og Akrar. Jacob Vestergaard hevur sent Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, bræv, har hann heitir á landsstýrismannin um at fáa gjørt nakað við vegin sum skjótast. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt lágtrýst, 977 hPa. yvir Norðsjónum grynnist, meðan ein hátrýstryggur yvir Íslandi kemur móti Føroyum. Ein lítil hátrýstryggur skamt vestan fyri Føroyar fer eystureftir, og lágtrýstið í útsynning úr Íslandi fer spakuliga í landsynning og dýpist. Veðrið í dag: Lot til andøvsgul av norði, seinni lot av ymsum ættum. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 1 og 4 stig. Veðrið fríggjadagin: Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 1 og 4 stig. Um kvøldið veksur hann vindin til hvassan vind og sum frálíður avfall, partvís vátakavi. Hitin kemur upp í 4 til 7 stig. Veðrið leygardagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi og stundum regn. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Strúkur í vindi upp í hvassan vind av landnyrðingi og norði, mánadagin møguliga skrið av norði. Ælaveður, partvís kavi og hitin millum frostmarkið og 4 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 977 hPa. yvir Norðsjónum grynnist, meðan ein hátrýstryggur yvir Íslandi kemur móti Føroyum. Í dag: Ein lítil hátrýstryggur skamt vestan fyri Føroyar fer eystureftir, og lágtrýstið í útsynning úr Íslandi fer spakuliga í landsynning og dýpist. Treytir fyri valgreinar Nú tíðin styttist til bý- og bygdarráðsvalið 21. november, eru vit her á blaðnum við at ganga undir í valgreinum. Hóast vit seinastu dagarnar hava prentað fleiri síður við valtilfarið, liggja framvegis um 75 greinar eftir. Øll valevni eru kortini vælkomin at senda okkum tilfar, men vit kunnu kortini ikki lova, at tilfarið kemur í blaðið, tá valevni ynskja tað. Fyri at bøta um henda trupulleika hevur blaðleiðslan gjørt av, at valtilfarið ikki skal fylla meira enn áleið eina A4 síðu - ella umleið 2.800 tekn. Saman við valgreinum kann prentast andlitsmynd av valevninum. Annar grafikkur verður ikki tikin við. Roknast kann ikki við at fáa valtilfar í leygardagsblaðið. Nøvn í vikuni 60 ár Leygardagin fylti Reðin Leonson, sitandi sýslumaður í Vágum, 60 ár. Reðin er ein kendur maður í landinum, hann hevur verið heili 31 ár løgreglumaður og tískil hevur hann eisini havt samband við eina rúgvu av føroyingum. Starvsfelagar og vinir siga, at Reðin er ein sera gestablíður maður og hann dugir væl at tosa við fólk. Hann er kanska í tí dagliga ein heldur álvarsamur maður, men kann eisini vera skemtingasamur, tá góða lag er. Regin er sørvingur og hann er sonur politikkaran Leon Joensen. Í frítíðini, serliga ta góðu árstíðina, so er Regin nógv at síggja í Mikinesi. Har eigur hann eini frítíðarhús og hann trívist væl í hesi fjarskotnu og avbyrgdu bygd. Reðin er giftur og eigur tvey børn, ein son og eina dóttir. Sonurin hevur fylgt fótasporum pápans og er eisini løgreglumaður. Reðin avloysir Regin Jespersen sum sýslumaður í Vágum. je 25 ára starvsdagar Fyrr í ár hava Johannes Mortensen, Nancy Joensen og Sigrun Simonsen á Tænastumiðstøðini hjá Føroya Tele havt 25 ára starvsdag. Tænastumiðstøðin er tann parturin av Føroya Tele, sum heldur til í gomlu telegrafstøðini á Tinghúsvegnum. Í innanhýsisblaðnum hjá Føroya Tele, Krossfeltið, verður sagt, at felags fyri tey øll er, at tey hava verið burturi frá stovninum í tíðarbilum - og tí fevna tey 25 starvsárini yvir fleiri ár. Onkur teirra kom á Telefonverkið í fimmtiárunum, og eru vend aftur eftir at hava starvast aðrastaðni, og onkur annar hevur verið heima hjá børnum. >>Krypilin<< - tríggjar ferðir afturat! Í vikuskiftinum lýsti leikhúsið Gríma við seinastu sýningunum av sjónleikinum >>Krypilin úr Inishmaan<<. Men eftirspurningurin eftir atgongumerkjum var so stórur, at tey hava avgjørt at hava nakrar eykasýningar hesa vikuna - og tann fyrsta er longu útseld! >>Krypilin úr Inishmaan<< eftir írska høvundan Martin McDonagh, sum leikhúsið Gríma hevur framført í ein góðan mánað nú, hevur verið øgiliga væl dámdur, bæði í bløðunum og úti millum fólk, og ummælararnir nýttu stór orð: Føroyar eru kanska ikki so galnar, tá so dugnaligir sjónleikarar tíma at búgva her (...) hesin sjónleikurin ER verdur at skræða seg leysan til. (Ingi Rasmusen, Dimmalætting) Leikurin varð førdur á sera høgum støði (...) onki varð latið upp í hendurnar á tilvildini (Oddfríður M. Rasmussen, Sosialurin). Krypilin úr Inishmaan eigur at verða sæddur. (Jústines L. Eidesgaard, Sosialurin). Leikurin um lítla oyggjasamfelagið á vesturstrond Írlands, hevur eftir øllum at døma stóran áhuga millum føroyingar, og Meiaríið hevur eisini verið hampuliga væl vitjað henda góða mánaðin, hann hevur gingið. Og nú, tá ið seinastu sýningarnar vórðu lýstar, var rættiligur gravgangur eftir atgongumerkjum, so onkur noyddist til hús aftur. Sum so ofta fyrr, so er tað mest líkt til, at tey flestu vilja bíða til síðstu løtu - og av tí sama verður so onkur við sviðið soð! Gríma gjørdi so av at hava eina eykasýning hósdagin 9. november, sum næstan beinanvegin eisini var útseld, so tí fáa tey sum enn ikki hava havt høvið til at leita sær oman á Gamla Meiaríið ein síðsta møguleika. >>Leygardagin 11. og sunnudagin 12. november kl. 16.00 verða so avgjørt seinastu sýningarnar av >>Kryplinum úr Inishmaan<< - so tey sum ætla sær, og enn ikki hava fingið upp í lag at sæð leikin mugu liggja framvið! Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni tlf, 315788 og á Meiarínum tlf, 318617 eina tíma áðrenn sýning. Petri aftur í Føroyum Michala Petri og Lars Hannibal eru aftur á ferð. Tey hava tvær konsertir í skúlanum á Glyvrum leygardagin 11. nov. kl. 16.00 og í Norðurlandahúsinum sunnudagin 12. nov. kl. 16.00. Michala er ein konsertsolistur á altjóða støði og ein av teim fáu á slíkum kaliber sum vit fáa hendanvegin. Kanska tí at faðir hennara Kanny Sambleben er búsitandi í Føroyum. Góðu tit á Dimmalætting og Sosialinum! Vælsignaði sleppi okkum undan lesarabrøvum, sum bert hava persónliga útspilling til endamáls. Vinarliga Ebba Mortensen Nýggj nevnd í BLF TíÐindaskriv Á ársaðalfundi í felagnum, sum var hildin 20. okt. 2000, er nýggj nevnd vald í BLF. Fýra limir tóku við afturvali, og vóru hesi: Bergur Berg, Hilmar Høgenni, Kristina Samuelsen og Hans Ellefsen. Úr nevndini fóru: Sjúrður Rasmussen og Gunnar Holm Jacobsen og í teirra stað vóru valdir: Niels Vinther og Jonhard Klettheyggj. Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Bergur Berg, formaður Hans Ellefsen, kassameistari Jonhard Klettheyggj, skrivari (næstform.) Kristina Samulesen, nevndarlimur Hilmar Høgenni, nevndarlimur Niels Vinther, nevndarlimur. Girokort í hvørt hús TíÐindaskriv JAVNI er felagið hjá menningartarnaðum og teirra familjum. At verða menningartarnaður hevur við sær, at ein tørvar stuðul í meira ella minni mun - bæði frá samfelagnum og teimum nærmastu. Her er tað, at Javni eftir førimuni og á ymsan hátt hevur stuðlað nú ígjøgnum 29 ár. Og Javni heldur áfram so leingi, sum ikki øll menningartarnað hava fingið sín tørv nøktaðan. Samstundis sum vit takka fyri dyggan stuðul farin ár, fara vit aftur í ár at geva einstaklingum, feløgum og stovnum møguleika at stuðla felagsins arbeiði við teimum girokortum við lutaseðlum á, vit í hesum døgum hava sent í hvørt hús. Eisini ber til at stuðla Javna við at tekna seg sum lim í felagnum. Ein og hvør kann verða stuðul hjá Javna, við at verða limur. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Føroysk gransking fær viðurkenning í USA Ein óheft nevnd av amerikanskum vísindafólkum hevur nú viðukent úrslitið av føroysku kyksilvurkanningunum Føroysk gransking hevur nú fingið eina týðandi viðurkenning í USA. Tað hendir, nú ein óheftur bólkur av vísindafólkum alment hevur viðurkent úrslitið av kyksilvurkanningunum, sum vórðu gjørdar av føroyskum børnum fyri nøkrum árum síðani. Pál Weihe, sum var ein av oddamonnunum í hesi granskingarverkætlanini, sigur, at hetta er ein viðurkenning, sum hann er sera fegin um. Útgreiningin og niðurstøðan hjá amerikanska vísindabólkinum er prentað í eini bók, sum er yvir 300 blaðsíður. Og niðurstøðan er í stuttum, at føroysku kyksilvurúrslitini eiga at vera grundarlagið fyri, hvussu nógv kykslivur kann vera í tí, vit eta. Pál Weihe sigur, at tað sum er hent við føroysku kyksilvurgranskingini minnir hann um tað, sum fór fram, tá ið kanningar av blýggi vórðu gjørdar. Tað hevði leingi verið kunnugt, at blýggj í stórum nøgdum var skaðiligt. Men tað bleiv eitt ramarskríggj, tá ið granskarar vístu á, at blýggj í smáum nøgdum hevði skaðilig árin á mannaheilsuna. Granskarar vístu á, at tað skuldi ikki meiri blýggj til at ávirka heilsustøðuna til tað verra, enn tað, sum endaði í luftini av tí, at bilar brúktu bensin. Tað tók nógv ár at fáa úrslitið viðurkent. Pál Weihe sigur, at ídnðaðurin í USA hevur eisini verið avbera trekur av viðurkenna úrslitið av føroysku kyksilvurkanningunum og í fleiri ár hevur hann gjørt sítt ítarsta fyri at mótprógva kanningini. Hetta hevur sett amerikanskar myndugleikar í eina tvístøðu. Amerikanska heilsustýrið hevur viljað havt fleiri kanningar. Hinvegin hava umhvørvismyndugleikarnir tikið kanningarnar í størri álvara. Tað endaði við, at kongressin gjørdi av at seta eina nevnd av óheftum vísindafólkum at meta um kyksilvurmálið sum heild og at gjøgnumganga tær kanningar, sum eru gjørdar á økinum. Pál Weihe sigur, at hetta arbeiðið hevur tikið tvey ár. Men niðurstøðan er, at úrslitið av føroysku kanningunum er fullgott prógv fyri, hvussu skaðiligt kyksilvur er, og at markvirðið fyri, hvussu nógv kyksilvur kann latast í natúruna, eigur at lækka samsvarandi. Hann sigur, at taka amerikanarar avleiðingar av tí, fer tað at føra stórar broytingr við sær. Eitt nú, noyðast teir at avmarka kyksilvurið, sum índaðurin letur í nátúruni. Somuleiðis eiga teir at koma við eini kostvegleiðing, sum fer at avmarka nýtsluna av eitt nú tun- og svørðfiski. Hann leggur afturat, at hetta setir okkum í eina sterka støðu, tí vit hava ikki trupuleikar í so máta av okkara fiski. Men tess meiri neyðugt er tað, at vit varðveita okkara umhvørvið ódálkað. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Tórshavnar Býráð ætlar at keypa Marinustøðina Ætlanin er at brúka hana til okkurt endamál á eldraøkinum, antin til ellisheim, til sambýli, ella okkurt annað í tí sambandinum Um eini tvey, trý ár verður Marinustøðin í Havn kanska ellisheim. Í Hvussu so er hevur ætlar Tórshavnar Býráð at vita, um tað ikki er møguleiki at keypa Marinustøðina. Eftir, hvat skilst á keldum, sum vit hava tosað við, er ætlanin hjá Býráðnum at brúka Marinustøðina til okkurt endamál á eldraøkinum. Hon kann antin gerast til ellisheim, til eldrasambýli, til røktarheim, til dagtilhald, ella til eitt heim til fólk í barndømi, ella til okkurt annað innan eldraøkið. Hildið verður, at Marinustøðin er avbera væl hóskandi til endamálið. Fá hús liggja so væl fyri í Havnini, sum Marinustøðin við Hoyvíksvegin. Hon liggur mitt í Havnini, men tó sera frítt fyri á einum stórum stykki, beint við Hoyvíkstjørn. Sjálvt grundstykkið er einar 6.000 fermetrar stórt, men so liggur alt fríøkið við Hoyvíkstjørn uppat. Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið. Men hann váttar tó, at Tórshavnar Býráð liggur framvið at ogna sær Marinustøðina. Og hann sigur eisini, at Býráðið er so áhugað í marinustøðimni, at tað er sinnað at strekkja seg langt fyri at fáa fatur á henni. Men hann vil ikki siga nakað um, hvat Býráðið ætlar at brúka hana ti, um tað eydnast at keypa hana Til sølu um tvey ár Tað er í øllum førum greitt, at Marinustøðin verður til sølu um eini tvey ár. Ætlanin er, at Færøernes Kommando við Hoyvíksvegin og Flyvestation Thorshavn í Mjórkadali skulu leggjast saman. Ætlanin er, at báðar støðirnar skulu verða verða lagdar saman 1. januar 2001, tvs. um ein góðan mánaða ár. Síðani er ætlanin at byggja um í Mjørkadali. Tann umbyggingin verður væntandi liðug á sumri 2002 og tá skal manningin á Marinustøðini flyta niðan í Mjørkadal. Tá útbyggingin er liðug, verður Marinustøðin í Havn lýst til sølu og hon verður seld hægstbjóðandi, sigur Eli Lyngvej Larsen, sum er tíðindatalsmaður á Marinustøðini. Fáa kapping Men tað skilst eisini, at Býráðið fær kapping í royndunum at ogna sær Marinustøðina. Tað er Forsvarets Bygningstjeneste, sum selur ognina. Og tað frættist, at í hvussu so er Fútin og politiið eisini ætla at fáa fatur Marinustøðina, tí ætlanine r at brúka hana til skrivstovur og umsiting. Tað eydnaðist ikki at fáa hettaváttað, tí hvørki fútin, ella nakar annar, sum kundi siga nakað um málið, vóru at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar Evnisdagur um starvsfólkapolitikk Løgmansskrivstovan fer 15. november at skipa fyri einum evnisdegi um starvsfólkapolitikk. Anfinn Kallsberg, løgmaður byrjar dagin við at hava innlegg um týdningin av at hava starvsfólkapolitikk á almennu arbeiðsplássunum. Evnisdagurin, sum verður á Hotel Føroyum, er fyri leiðarar og starvsfólk, sum arbeiða við starvsfólkaviðurskiftum. Evnisdagurin fer serliga at snúgva seg um íverksetan av starvsfólkapolitikkinum og fer at leggja dent á at lýsa og viðgera spurningar sum: Hvat skal til fyri at fáa starvsfólkapolitikkin at virka? Hvørjar møguleikar gevur starvsfólkapolitikkurin? Hvørja ávirkan kann starvsfólkapolitikkurin fáa ? osfr. Umframt íverksetan av starvsfólkapolitikkinum, verða hesi evni viðgjørd: Gongdin í starvsfólkapolitikkinum, Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri. Løgfrøðiliga støðan hjá starvsfólkapolitikkinum, Rúni Joensen, deildarstjóri Lyklatøl úr frágreiðingini um starvsfólkapolitikk, Barbara á Tjaldrafløtti, deildarstjóri. Íverksetan av starvsfólkapolitikkinum, - Royndir, - Forðingar, - Flytingar, Helgi Rasmussen, vinnulívssálarfrøðingur. Tikið verður samanum, Anfinn Kallsberg, løgmaður. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Mýs á Sjúkrahúsinum Í løtuni eru mýs á Landssjúkrahúsinum. Umsjónarmaðurin metir tó ikki, at talan er um nakran trupulleika Mýs Seinastu tíðina hevur nakað av tosið verið at hoyrt um, at tey á Landssjúkrahúsinum í Havn hava havt trupulleikar av mýs. Spurdur um hetta er rætt, hevur umsjónarmaðurin á Landssjúkrahúsinum, Jógvan Elias Thomassen, bestan hug at flenna. Tað veit eg ikki, um tað er nakar trupulleiki. Tað kemur av og á fyri, at mýs eru hjá okkum, og so verða fellur settar upp. Eftir eina tíð, eru tær so burtur, men av og á koma tær so aftur í aftur, sigur hann, og leggur afturat, at har mýs eru, eru so ikki nakrar rottur. Júst hvar tær koma frá, er ilt at siga. Tað kann vera so ymiskt. Kanska gjøgnum okkurt rør ella tílíkt, men tað er so ikki nakað, sum vit hava staðfest. Spurdur, um hann sær nakran heilsuvanda fyri umhvørvið á Sjúkrahúsinum í hesum, sigur Jógvan Elias, at tað ger hann ikki. Nei. So avgjørt ikki. Tær mýs, sum vit hava lagt til merkis, hava ongantíð verið í køkinum, ella við stovurnar. Onkuntíð hevur onkur verið at sæð á goymsluni, og onkuntíð í kjallaranum, men ikki aðrastaðni. Til tess eru tær alt ov styggar, sigur hann. Heldur ikki metir hann, at talan hevur verið um nakrar skaðar av mýsnum, sum hava verið. At mýs eru at síggja, kann koma fyri allastaðni. Tað kann kanska ljóða eitt sindur ógvusligt, tá hetta er á einum sjúkrahúsið, men sum sagt, so haldi eg ikki, at talan er um nakran trupulleika. Ikki meira enn vanligt Hóast Landssjúkrahúsið sostatt sjálvt tekur sær av teimum mýs, sum tey síggja í hølunum, so kemur eisini fyri, at boð verða send eftir hjálp, tá lítla skaðadjórið ger um seg. Jónleif Sólsker er aktingarmaður hjá kommununi. Spurdur, um hetta við at mýs gera um seg er serliga nógv frammi nú, svarar hann, at tað heldur hann ikki. Okkurt er sjálvandi, men ikki meira enn tað hevur verið seinnu árini. Spurdur um, hvørt tað er vanligt, at mýs gera nógvan skaða, har tær eru, svarar hann, at tað kann koma fyri. Tað er sjálvandi eitt skaðadjór, sum kann gera um seg, men tað plagar ikki at vera tað stóra. Tað kann henda, at tr hava gnadda onkran leidning av, og í ringasta føri kann hetta viðføra eldsbruna, men vanliga er skaðin ikki hin stóri. Um støðuna á Landssjúkrahúsinum sigur aktingarmaðurin, at hetta hevur hann sum so einki við at gera. Hann sigur, at teir onkuntíð hava keypt nakað av músaeitri frá býráðnum, men at hann so avgjørt ikki metir, at teir eru tað, ein kundi rópt stórnýtarar. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Í orðatøk vóru telgd Føroyska málið gerst ov fátækt, tá gamla málið dettur burtur. Máliskur og orðatøk, sum tey gomlu nýttu, hvørva, tí eingin kennir tað, tey gomlu tóku til, heldur Hanus A. Samuelsen, sum hevur verið lærari í føroyskum í ein mansaldur Viðtal Seinni partur Føroyska málið er vorðið fátækari í orðavali og vendingum, heldur Hanus A. Samuelsen, lærari í føroyskum á Føroya Studentaskúla. Hann heldur, at gamli føroyingurin, sum hann kendi í sínum ungdómi í Húsavík, tosaði eitt rættiliga gott mál, hóast tað var ógvuliga ávirkað av donskum. Men málið, tey brúktu, var ramligt og fjølbroytt. Fult av góðum tiltøkum, sum Hanus saknar í dag. Í dag er málið hjá nógvum rættiliga stirvið og einstáttað. Ein grund til, at gamlar máliskur hvørva úr málinum kann vera, at arbeiðið, tey høvdu fyrr, dettur burtur. Fólk kenna ikki tað, tikið varð til, og hava tí einki at brúka tey orðafellini til. Í hesum sambandi nevnir hann tað at fáast við seyð ella landbúnað sum heild. Fólk kunnu finna upp á at brúka ymsar málsligar vendingar haðani, uttan at hava hóming av, hvat tær í grundini merkja. Úrslitið verður mangan okkurt heilt undarligt, sum einki skil er í. Hanus fegnast tó um tað, sum vunnið er í nýggjari orðagerð. Vit hava fingið rættiliga nógv góð, nýggj orð fyri nýggj ting, sum komin eru. Men Hanus Samuelsen metir tó, at tað gongur so skjótt í heimssamfelagnum, at vit hava helst ikki møguleika fyri at finna nýggj orð, so hvørt okkurt nýtt kemur inn á okkum. Tó eiga vit ongantíð at gevast, men alla tíð manniliga at verja garð. Um málið, næmingarnir hava við sær í studentaskúlan í dag, sigur Hanus, at tað er rættiliga ójavnt, uttan tó at hava hug at greina tað nærri. Tó sigur hann, at tað eru rættiliga nógv, sum hava ilt við at stava rætt. Og tá fólk so fara út í gerandislívið, eitt nú á almennar stovnar og tílíkt, eigur at kunna krevjast av teimum, at tey duga at stava føroyskt mál rætt, sigur Hanus A. Samuelsen. Og bløðini eru ikki petti mætari, heldur hann. Har fer nógv út, sum átti at verið øðrvísi. Tað má kunna krevjast av bløðunum, at tað, tey bera fólki, er málsliga rætt. Men sjálvandi broytist málið við tíðini, tí málið er jú livandi og undir stórari ávirkan uttaneftir. Tey ungu í dag fylgja væl við tí, sum hendir rundan um okkum, og eru kring í serliga enskum máli, sigur Hanus. Og hava vit ikki tann hugburð, at vit alla tíðina eiga at vanda okkum um og verja málið, býður tí ikki bøtur, er metingin hjá húsvíkinginum, ið sum ungur kom til Havnar, har hansara lívsstarv varð at undirvísa ungfólki úr øllum landinum í føroyskum máli. Heimbygdin dregur Tað er greitt, at tað var eitt rættiliga stórt umskifti hjá einum unglingi at koma úr Húsavík til Havnar í 1953. Serliga dámdi Hanusi væl at ganga á bókasavnið. Bókasavnið var Landsbókasavnið, sum var á Debesartrøð. Lesihugurin var sjáldsama góður, so tað var sum ein nýggjur heimur, ið har varð latin upp. Hanus greiðir frá, at ofta varð farið á bókasavnið at leita eftir stílaevnum. Men tað var vanligt, at so nógv annað áhugavert og spennandi var at finna, sum eisini varð tikið við á somu ferðini. Ikki varð ferðast í millum tá sum nú. Og frítíðin var lítil. Umframt summarfrítíðina var jólafrítíðin tann stóra, og tá skuldi farast heim til Húsavíkar. Ritan sigldi til Skopunar, og á Sandoynni var vegur millum bygdirnar, so har var ikki so ringt at ferðast tá, greiðir Hanus frá. Í 1956 varð Hanus liðugur á Studentaskúlanum, og so var at finna út av, hvat gerastt skuldi víðari. Prógvið var gott, so tað var sum so einki, sum forðaði fyri nakrari ávísari víðari útbúgving. Men drátturin at Húsavík var stórur, og Hanus gjørdi av ikki at fara av landinum, sum tá mestsum bara var til Danmarkar, at lesa beinanveg. Hanus flutti aftur til Húsavíkar og varð vikarur í barnaskúlanum har suðuri við studentsprógvi, sum tá var rættiliga vanligt. Hendan tíðin gjørdi, at hann gjørdi av at fara á Føroya Læraraskúla. Tað, at hann var studentur, gjørdi eisini, at tíðin á Lærarskúlanum varð stytt eitt sindur. Enn einaferð kom Hanus >>ov seint<< í skúla. Av tí at hann fekk niðursetta tíð, kom hann á vári í 1958 inn í árgang '56 flokkin á Føroya Læraraskúla. Og heldur ikki her stóð á at fullføra. Á Læraraskúlanum hitti Hanus Helenu, sum seinni bleiv kona hansara. Tey vórðu liðug samstundis í 1960 og giftust í 1961. Lívsstarvið byrjar Hanus A. Samuelsen søkti og fekk starv á Føroya Studentaskúla, tá hann var liðugt útbúgvin lærari í 1960. Og í hesum starvi er hann framvegis. Hanus greiðir frá, at fyrstu fýra árini gekk tað stillisliga fyri seg. Hann undirvísti í fleiri lærugreinum, sum ikki var óvanligt. Alt gekk sum vanligt fram til 1964. Tá fór skúlin av álvara at vaksa. Tá komu nógvir næmingar, bæði til real- og studentaskúlan. Flokkarnir gjørdust fleiri og sostatt eisini tímarnir til hvørja lærugrein. Hanus varð tí biðin um at undirvísa studentaskúlanæmingum í føroyskum. Og í 1967 førdi hann teir fyrstu av hesum studentunum upp til próvtøku. Hann hugsar seg um eina løtu. Leitar eftir nøvnum og sigur so, at tá hann í dag hyggur seg um í samfelagnum, eru mangir av teimum persónunum, sum í dag líkasum mynda samfelagið, fólk, sum hann hevur havt sum næmingar í síni tíð. Prestar, og læknar. Politikkarar og studentaskúlalærarar, og hvat nú øll eru vorðin. Hanus roknar eitt sindur eftir fyri at finna fram til, hvussu nógvar næmingar hann man hava havt hesi árini. Ilt er at siga nágreiniliga soleiðis í eini knappari vend. Nakað væl oman fyri túsund munnu teir vera, heldur hann. Kanska út mót tveytúsund. Og at minnast allar ber ikki til, sigur hann. Men teir fyrstu, hann hevði, heldur hann seg kenna allar kortini. Hinvegin eru tað eisini persónar, sum eri komnir rættiliga væl fyri í samfelagnum, sum hann hevur havt sum næmingar, uttan tó at minnast teir aftur. Hevur trivist væl Hanus sigur, at hóast tað kann tykjast at vera sama mylnan at fara í gjøgnum ár um ár, er tað kortini ikki so. Nýggj fólk koma, meðan onnur fara, og øll eru ymisk. So alt í alt er rættiliga stór umskifting alla tíðina. Men tað, sum hevur talt eina mest er, at hann hevur trivist væl í starvinum, sigur hann. Broytingar eru hendar hesi árini, Hanus A. Samuelsen hevur undirvíst. Realskúlin fall burtur, og HF skeiðini komu aftrat. Hanus fór at undirvísa í føroyskum burturav, og tað dámar honum væl. Hann greiðir frá, at hann gekk á ársskeiði í føroyskum hjá Christiani Matras á Fróðskaparsetrinum, fyrsta árið Christian Matras var komin aftur til Føroya. Hetta skeiðið var í 1964-1965. Síðan hevur hann luttikið í ymsum skeiðum, sum verið hava. Føroyskt mál hevur altíð havt hansara áhuga, greiðir Hanus frá. Tað kemst ikki minst av tí tjóðskaparliga medvitinum, hann hevur við sær úr Húsavík. Har í bygdini var nógv sjálvstýrisfólk. Hanusi dámdi væl norrønt mál, sum hann las rættiliga nóg og harvið fekk stóran kunnleika til. Tað hevur hann kunnað brúkt í undirvísingini seinni. Lívið hevur givið avbjóðingar Hanus og Helena Samuelsen bygdu uppi í Hoyvík. Hetta var nær við arbeiðsplássið hjá Hanusi á Studentaskúlanum í Hoydølum. Tey eiga tvey børn. Óla og Janu. Við Janu broytist lívið munandi, sigur Hanus. Jana er brekað og treingir til røkt og umsorgan alla tíðina. Og tað er greitt, at tá soleiðis er, verður annað valt frá. Tá Jana varð fødd í 1966 vóru ikki teir stóru møguleikarnir at velja ímillum. Tá læknarnir søgdu, hvat henni bagdi, var at hava hana heima,ella at senda hana á Rødbygård. Helena og Hanus valdu at hava Janu heima. Tað var stríggið, greiðir Hanus frá. Nógv ferðing aftur og fram til sjúkrahús í Danmark. Tað var sera trupult at hava eitt brekað barn i Føroyum tá. So nógvar hugsanir vórðu gjørdar um, hvørt tey skuldu flyta til Danmarkar ella ikki. Men tey valdu at verða verðandi og heldur royna at arbeiða fyri at fáa betri umstøður í Føroyum. Tað arbeiðið, tey gjørdu tá, sigur Hanus, varð ein av grundunum undir felagnum Javna, sum seinni varð stovnað. Helena Samuelsen gjørdist fyrsti formaður í Javna og var formaður felagsins í nógv ár. Hesi árini vórðu sera virkin ár hjá familjuni Samuelsen. Ikki var skrivstova ella tílíkt til taks, so tað arbeiðið varð alt gjørt á køksborðinum uppi í Hoyvík. Og fundirnir vóru nógvir. Javni hevur alla tíðina verið virkið felag. Nógv eru málini, felagið hevur virkað fyri og fingið loyst hesa tíðina, felagið hevur verið til. Tað fyrsta, minnist Hanus, var at fólk hóast andaliga ófullfør kundu sleppa at búleikast her í landinum. so kom Frítíðarheimið í Skrivaragøtu, sum er umlættingarheim fyri brekað fólk. Annað, sum er at nevna, er byggingin á Eirargarði. Jana búði heima hjá foreldrunum, til hon var 14 ára gomul. Tá flutti hon út á Eirargarð at búgva. Seinnu árini hevur so aftur verið betri tíð til ymiskt annað, tey hava áhuga fyri. Eitt nú at ferðast, sum tey hava gjørt serliga nógv av her heima. Teimum dámar væl at koma út, siga tey bæði Hanus og Helena. Ganga í haganum og síggja og uppliva tað, sum har er. Ans hava tey fyri vøkstri og tí, sum annars er í haganum. Og nógv er at finna, vita tey at siga. Ikki fornoktar hesin áhugin seg heldur heima við hús. Sjáldsamir steinar og tinnur eru at síggja víða um í húsinum. Men áhugin fyri bókum er heldur ikki til at fjala. Og tað eru ikki bara bøkur hjá øðrum. Bæði Helena og Hanus A. Samuelsen hava givið fleiri bøkur út. Alt frá Føroyasøgu og bygdarsøgu yvir ferðafrásagnir til bók um viðurskiftini hjá brekaðum, sum er bók ognað dóttrina Janu. Hanus A. Samuelsen ætlar ikki at gevast at undirvísa, verður lív og heilsa, hóast hann hevur starvast í 40 ár á Studentaskúlanum. Hann hevur nøkur ár eftir enn, til hann verður pensionistur, og ta tíðina ætlar hann at vera til arbeiðis. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Alibátur til Skotlands Hydro-Tech á Eiði lat um vikuskiftið tann fyrra av tveimum alibátum til Skotlands. Báturin er tann áttandi, sum er smíðaður á Eiði Ein tvíkilja, sum smíðað er á føroyskari smiðju, varð seinasta vikuskifti latin skotskum alifelag. Og tann næsti skal avstað í december. Samstundis sum skrokkurin til nýggju sandoyarferjuna var á veg til Føroya, fór ein nýbygningur hinvegin. Av Eiði til skotsku vesturstrondina, har hesin nýggi báturin skal arbeiða hjá einum skotskum alibrúki. Tað er Hydro-Tech á Eiði, sum hevur smíðað hendan bátin. Báturin er tann áttandi alibáturin, smiðjan hevur latið. Hinir sjey eru allir í Føroyum. Men tann næsti, sum latin verður, skal eisini til Skotlands. Tað er sama felgið, ið fekk hendan, sum nú fór, sum eisini skal hava nummar níggju í røðini. Bátarnir eru seldir einum alibrúki á skotsku vesturstrondini, inni á meginlandinum, sunnanvert Hebridurnar. Báturin varð latin á Eiði, har skotskt flutningsfelag tók yvir. Hann varð sigldur til Havnar, fluttur við Lómi til Scrabster og síðan sigldur eystur um og vestur aftur gjøgnum Caledonsku Siglingarrennuna til lítlu bygdina Fine, har alistøðin liggur. Hydro-Tech er partur av samtakinum KJ Hydraulik á Kamsdali og Hydro-Tech á Eiði. Feløgini eru løgd saman við felags leiðslu. Á Kambsdali verður arbeitt við hydraulikki, meðan smiðjuarbeiðið verður gjørt á Eiði. Felagið hevur fyrr flutt nakrar skrokkar til tvíkiljurnar inn úr Letlandi. Men hesum eru teir givnir við nú, tí teir meta seg kunna gera arbeiðið sjálvir á Eiði. Báturin, sum fór til Skotlands seinasta vikuskifti, var tann seinasti lettiski skrokkurin. Tann næsti, sum latin verður, er gjørdur á Eiði, allur sum hann er. Tann skrokkurin er í løtuni til sandblásing í smiðuni hjá Ragnari Poulsen við Ljósá, har allir skrokkarnir, Hydro-Tech hevur latið, eru vorðnir sandblástir og málaðir. Bátarnir, Hydro-Tech hevur gjørt, eru allir stálbátar uttan ein, sum er úr aluminium. Men líkt er til, at stálbátarnir eru heldur betri egnaðir til alivinnuna, tí aluminiumsbáturin er væl lættari. Tað ger til dømis, at hann liggur lættari í sjónum og er tí heldur torførari at halda við ringarnar. Eisini er hann ein mun dýrari at gera enn stálbátarnir. Tað verður látið væl at bátunum, sum Hydro-Tech hevur latið. Teir eru arbeiðsligir, væl útgjørdir og ikki minst tryggir. Teir hava ongan trupulleika av nokk so stórum kranum umborð. Eirikur Lindenskov - Eirikur@sosialurin.fo Løgmaður sent Margretu drotning samhugafjarrit Beint eftir kl 16 í dag andaðist hennara hátign, Ingrid drotning, 90 ára gomul. Løgmaður hevur vegna Føroya fólk sent Margretu drotning samhugafjarrit: Tygara hátign Margreta drotning Fredensborg slot Føroya fólk hevur samkenslu við tygara hátign í sakni og sorg tygara, nú Ingrid drotning er farin. Vit minnast í takksemi og virðing ta verk, Ingrid drotning útinti fyri Føroya fólk. Anfinn Kallsberg løgmaður Broyttu reglugerðina fyri sína egnu skyld Býbussarnir í Havn verða eftir øllum at døma hesar dagarnar til býráðsvalið 21. november prýddir við vallyftum hjá Sambands-, Fólka- og Tjóðveldisflokkinum. Tórfinn Smith, býráðslimur og valevni Javnaðarfloksins Hetta kann nú lata seg gera, hóast tað í sáttmál-anum millum Tórshavnar Kommunu og busseigararnar var fyriskrivað, at ongar politiskar lýsingar mugu verða á ella í bussunum. Hendan regla hevur verið í gildi síðani 1. februar 1998 og líka til týskvøldið, tá ein meiriluti í býráðnum, omanfyri nevndu flokkar, á eyka býráðsfundi við bert hesum eina málinum á skránni - samtyktu at strika hesa orðing, tí hon hóskaði ikki teimum. Sambands-, Fólka- og Tjóðveldisflokkurin høvdu gjørt avtalu við eina lýsingastovu um busslýsingar, hóast hetta var greitt brot á reglugerðing. Og hvat er tá til ráða at taka,- jú so broytir man bara reglugerðina, tí hon hóskaði ikki einum sjálvum. Tað, sum umboðini fyri Sambands-, Fólka- og Tjóðveldisflokkin í Tórshavnar Býráð við hesum hava gjørt er: 1. At býráðssamtykir eru bert galdandi til tær eru til ampa fyri býráðslimir 2. At mál verða troðkað ígjøgnum uttan neyð- uga og vanliga nevnd- arviðgerð. Júst hetta málið kom fram sum eykamál á fundi í Teknisku Nevnd stutt áðrenn býráðsfundin 3. At ikki er neyðugt við nakrari sum helst umsitingarligari við- gerð 4. At seta alla virðing fyri býráðsins egnu samtyktum til síðis Væl veit eg, at einki óvanligt er við alskyns lýsingum á bussum í grannalondum okkara, og eg sigi heldur ikki, at vit ikki skulu hava politiskar lýsingar á okkara bussum. Men tað skal ikki gerast á tílíkan hátt. Hetta er kanska ikki eitt stórmál í býarpolitikki, men prinsipielt er tað. Lat okkum nú síggja litføgru áskriftirnar á býbussum okkara komandi dagarnar. Ein áskrift, sum ikki er neyðug frá Sambands-, Fólka- og Tjóðveldisflokkinum er: Hesir broyttu reglurnar fyri teirra egnu skyld. P.S. Soleiðis sá grein 17 út í sáttmálanum millum býráðið og busseigararnar. Hon var galdandi frá 1. februar 1998 til seinasta týskvøld, tá hon knappliga hvarv sum døgg fyri sól. Íslendska loysnin vrakað Tað var fyri løgtingsvalið 1998 at tveir politiskir flokkar í Føroyum bjóðaðu fram ta íslendsku loysnina av okkara samskifti við Danmark. Zakarias Wang Hesir flokkar vóru fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin. Eftir at verandi samgonga varð gjørd, segði núverandi bakmaðurin í javnaðarflokkinum, at hesum partinum av samgonguskjalinum hevði javnaðarflokkurin kunnað tikið undir við. Men hetta var áðrenn føroyski javnaðarflokkurin hevði ráðført seg við sín veruliga formann, nevnliga Nyrup. So skjótt tað var gjørt, so fór javnaðarflokkurin sum úlvur á skóg ímóti tí íslendsku loysnini, tí tað, sum føroysku javnaðarmenninir ikki høvdu skilt, var, at henda loysn bar við sær, at Føroyar her og nú gjørdust eitt sjálvstøðugt ríki, og at Danmark skuldi hjálpa Føroyum til at stetla síni fyrstu fet í altjóða samfelagnum. Hetta visti fólkaflokkurin, og fyri honum var hetta einki nýtt. Tá Jóannes bóndi, Christian Holm Jacobsen og Sámal Ellefsen fyri løgtingsvalið í januar 1940 stovnaðu fólkaflokkin, góvu teir honum heitið radikalt sjálvstýri. Hetta radikala sjálvstýri var júst tað slag av sjálvstýri, sum íslendingar høvdu fingið í 1918. Vísandi til Føroya støðu helt fólkaflokkurin, at vit høvdu krav uppá at fáa somu loysn sum íslendingar. Hetta førdi flokkurin eisini fram undir teimum samráðingum, sum í 1946 vóru um føroysku nýskipanina. Tá hendi tað áhugaverda, at danski forsætisráðharrin blankt avvísti at ganga við til eina slíka loysn. Fyri at skilja hetta er klókt at lurta eftir tí, sum danski løgfrøðiprofessarin Knud Berlin beinanvegin í 1918 segði um íslendsku skipanina. Hann helt nevniliga, at tað var eitt mistak av dønum at krevja eitt øðrvísi samstarv við Ísland enn við onnur sjálvstøðug lond sum treyt fyri at geva teimum frælsi. Tað fór td. bara at koma ilt burtur úr at krevja, at teir skuldu hava felags kong við Danmark. Og so varð. Tí segði danski forsætisráðharrin í 1946, at vildu føroyingar fáa sítt egna ríki, so var tað í lagi, men danir vildu als ikki hava ta íslendsku loysnina. Hóast hetta vildu fólkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin í 1998 royna hesa loysn. Hugsast kundi, at teir høvdu fingið at vita undirhonds, at danska stjórnin hevði skift støðu síðan 1946, og tí var tað vert at vita hvørt nakað hald var í hesum. Tað sum nú er komið fram, er at eingin broyting er hend í tí donsku støðuni. Danska stjórnin sigur nú eins og í 1946, at vit kunnu gerast eitt sjálvstøðugt ríki, men teir vilja hvørki hoyra ella síggja ta íslendsku loysnina. Hesa greiðu fingu vit á samráðingarfundinum tann 26. oktober. Tað eru nakrir í samgonguni, sum halda, at tað framvegis ber til at fáa eina loysn, sum ber við sær, at danir nú góðkenna, at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugar um nøkur ár. Tað kann ikki taka langa tíð at finna út av, um hetta er ein gongd leið. Hesum er øll orsøk til at ivast í. Hvat er so útlitið? Eg dugi ikki at síggja annað, enn at tað er bjart. Vit hava fingið at vita, at danir ikki vilja leggja tey bond á okkum, sum íslendska loysnin ber við sær. Bert fyri at taka eitt dømi. Eitt av tí, sum íslendingar í 1918 vóru mest ímóti, var ásetingin um, at danir skuldu hava somu rættindi í Íslandi sum íslendingar. Men hetta settu danir sum treyt fyri at ganga við til sáttmálan, og tí kom tað við. Í íslendska førinum gjørdust avleiðingarnar av hesi áseting ikki so álvarsligar, tí Ísland var eitt fátækt land øll tey ár, sáttmálin var galdandi. Fá høvdu hug til at búseta seg í í Íslandi - og als ikki danir. Men hvør hevði avleiðingin verið, um henda áseting hevði staðið í tí sáttmála, vit gera við Danmark? Eftir øllum at døma koma Føroyar innan fyri sera stutta tíð at gerast eitt tað ríkasta landið í heiminum. Eins og flugurnar koma at súltutoynum, so fara útlendingar at hava hug at koma higar fyri at fáa part burtur av okkara ríkidømi. Tað vera ikki bert danir, sum fara at hava hug at koma henda vegin. Av tí, at vit hava givið dønum henda rætt, so kunnu vit ikki sýta teimum, sum danir hava givið eins rætt við teir, eisini at koma henda vegin. Her er ikki bert talan um íslendigar og norðmenn, men eisini allar borgarar í øllum ES-londum, og tað sigst, at sjálvt turkar skjótt fara at vera í hesum bólki. Men nú eru vit slopnir av við hesa hóttan, og nú fer tað at vera okkara avgerð, um vit eisini í framtíðini kunnu sigast at vera eitt kristið land. Nú er støða okkara tí nógv greiðari enn nakrantíð fyrr. Vit vita hvørja loysn vit ikki kunnu fáa og tað vit tí skulu gera, er heilt einfalt at taka av tí sum stendur okkum í boði. Tað er, at vit skulu skipa okkum sum eitt sjálvstøðugt ríki. Hetta ynskja allir føroyingar, tí vit vita, at tá hetta er sett í verk, fer tað at vera nógv betri enn fyrr at vera føroyingur. Kommunuvalið í Miðvági! Vegna nógv tos um politiskar listar til kommunuvalið í Miðvági, vilja vit báðar siga frá, at vit stilla upp á einum vanligum lista. Vit hava to fingið áheitan um at stilla upp politiskt, men vit meina, at tíðin ikki er búgvin enn í Miðvági til politiskar listar. Tað, ið okkara listi stendur fyri, er fyrst og fremst trivnað fyri øll í kommununi. Millum annað síggja vit tað sum ein stóran tørv at fáa sambýli og vardar íbúðir til tey, sum treingja. Av tí at vit báðar arbeiða á >>Ellisheiminum<< vita vit, at tørvurin er stórur. Tað sum ræður um er, at gera tað so liviligt sum til ber hjá øllum borgarum, ungum sum eldri. Hesi eru uppstillað á listanum: Inna Nattestad, Lydia Laksafoss, Johannes Dam Hansen, Jógvan Hans Hansen, Hansia Hansen Thomassen. Heilsan Inna og Lydia Viðvíkjandi valinum av Løgtingsins umboðsmanni Fyrst skulu vit gera púra greitt, at vit fegnast stórliga, at Løgtingið hevur samtykt, at seta á stovn skipanina við Løgtingsins umboðsmanni og hevur tað tí eisini verið við spenningi, at vit hava bíða eftir hvør, ið skuldi taka uppá seg slíkt týdningarmikið og óheft starv. Tað fyrsta sum hoyrdist um setanina, var í fjølmiðlunum 1. nov. og varð mestsum gitt, at starvið skuldi røkjast av Joen H. Andreassen, sorinskrivara og í dag 2. nov. kl. 13.30 valdi so Løgtingið einmalt sorinskrivarin í embæti sum tann fyrsti Løgtingsins umboðsmaður. Vit loyva okkum at koma við hesum viðmerkingum og niðurstøðum til hetta val, tá vit ikki høvdu møguleika at gera okkara viðmerkingar áðrenn setanin fór fram, enn stutta viðmerking í útvarpinum á middegi í dag. Fyrst og fremst kunnu vit ikki góðtaka, at persónur, sum er farin um 67 ár, verður settur í starvið, - á okkara øki og annars í almennari fyrisiting er ongin bøn, - tá tú hevur runda tey 67 árini skalt tú leggja starvið frá og er hetta beinleiðis ásett av landsins myndugleikum og tí er tað heilt óskiljandi fyri okkum, at vikið verður frá hesi grundreglu í hesum føri. Spurningurin um álit á persón í slíkum starvi, er sjálvandi av altavgerandi týdningi. Tí er tad meira enn løgi, at málið um setan hevur verið viðgjørt mestsum í duldum, uttan at tey, sum skulu nýta hetta starvið, als ikki hava møguleika at sagt sína hugsan um hvørja grundreglu og førleika persónur skal lúka, fyri at røkja slíkt starv. Vit vilja sum fakfelag vísa á, at tað júst er undir hesum sorinskrivara at ml. a. reglur um danska arbeiðsrættin eru vorðin partur av føroysku rættarskipanini, uttan at hesar eru galdandi í Føroyum. Hetta hevur volt fakfeløgunum stórar trupulleikar og verður mett sum beinleiðis ágangur móti fakfeløgunum. Vit senda hetta til Løgtingið hóast avgerðin um setanina er tikin, við tað at ikki varð gjørligt at koma við hesum áðrenn avgerðin fall í Løgtinginum og vit sostatt fingu høvi til at greiða Løgtinginum frá okkara støðu til setanina. Starvsmannafelagið Suðuroyarfarleiðin og SL Sama mannagongd sum undanfarin ár, harra landsstýrismaður? Finnleif Guttesen Tvøroyri Hesin spurningurin stingur seg upp hvørt ár og vit sum búgva í Suðuroy, vilja gjarna hava eitt svar. Um sami syndarligi sjónleikur skal fara fram ár 2001 sum undanfarnu ár vita vit ikki, men tað vil so ikki undra nakran. Tey seinastu árini hava allar loysnir hjá landsstýrunum verði "hovsa" loysnir og fyri okkum í suðuroy hevur tað veri vánaligar loysnir. Vit vita øll, at tað er samgongan sum avger hvussu nógv SL fær játta, so tað er ein politiskur spurningur, hvørja tænastu SL kann bjóða suðuroyingum. Eftir fíggjarætlani skal inntøkan økjast við 2 mill. kr. og útreiðslan minkast við 3 mill. kr. hjá oyggjaleiðum, mín spurningur er tí: Skal inntøkan økjast við hækkandi ferðaseðlaprísum? Skal útreiðslan minkast við, at túratali hjá Smyrli fækkast? Við teimun høgu oljuprísum og gomlun skipum, er tað eitt sindur løgið at útreiðslurnar minka, men er hetta vegna effektivitet og ikki vánaligari tænastu, kunnu vit bert frøðast yvir at SL megnar hetta. Nú vetraferðaætlanin hjá SL verður sett í gildið, fækkast túratalið til Suðuroy. Hetta vísur at samgongan ikki hevur broytt hugburð viðvíkjandi Suðuroy og útjaðarinum í Føroyum, alt skal verða sum tað hevur verið í undanfarnum tíðum, eingin betring, bert orðageipan, sum skal sissa palleba í útjaðarinum. At eitt ferðamannaskip kemur ístaðin fyri SMYRIL er eitt altjóða krav, sum øll framkomin lond vilja fylgja, eisini Føroyar, hesi krøv skulu verða uppfylt í 2005. Samgongan sigur seg hava ætlan um at hetta skip skal verða klárt at seta í sigling um árskiftið 2003 /2004, hetta er tíanverri ivingarsamt, tí higartil er alt ov lítið av pengum avsett til hetta skip, sum helst kemur at kosta millum 250-300 mill.kr. Fíggjarætlanin vísur, at bert 30 mill.kr. eru avsettar í 2001, 100 mill.kr. í 2002 og síðani einki, so eftir hesum at døma kemur einki nýtt skip fyrr enn 2005/ 2006, tá Smyril ikki kann sigla meira vegna altjóða krøvum. Fortreytirnar, so býráðslimir kunnu føra skilagóðan politikk Vinnulívið skal raðfestast so frammarlaga, sum henda inntøkukelda hevur uppiborið. Tí vinnuni liva vit øll av í evsta enda - uttan mun til arbeiði og støðu okkara í samfelagnum. Jákup Suni Joensen Býráðsvalevni á lista A Í framtíðini fær vinnan uppaftur størri týdning, tí vit kulu jú hava ein nýggjan sáttmála við danir. Hesin nýggi politiski grundvøllur kemur at krevja av okkum, at vit tey næstu uml. 15 árini, koma at yvirtaka alla okkara búskaparligu ábyrgd. Eisini við hesum málsetningi fyri framman, er tað sera umráðandi, at okkara komandi politikkarir eru greiðir yvir, at umstøðurnar hjá vinnulívinum eru fortreytirnar fyri víðari trivnaði. Fiski- og alivinnan á sjógvi og landi skal hava allar tær sømdir, sum hugsandi fyri at økja okkara útflutningsvirði. Eg tori at pástanda, at politiski viljin hesum viðvíkjandi er ikki nóg sjónligur. Ov mong taka vinnuliga grundarlagið sum nakað givið. Okkara egnu flutningsfeløg mugu (um neyðugt) fáa fyrimunir sammett við okkara kappingarneytar. Vit eiga somuleiðis nógv ymisk virki, sum á ymsar mátar eru við til at gera okkum meira sjálvbjargin við alskyns vørum og tænastum. Fyri at gera øll hesi vinnu- og váðafúsu fólk meira sjónlig alt eftir teirra innsatsi, so er neyðugt, at okkara politikkarar ganga á odda við at vísa á og stuðla, har tað er neyðugt, so at okkara egna vinna verður so stór og kappingarfør, og so eisini vird eftir innsatsi. Alt hetta er ein fortreyt fyri, at vit kunnu fáa pengar, sum so skulu brúkast til trivnað av ymsum slag. Jú sterkari og kappingarførari vinnulív, jú meira møguleikar verða til okakra sosialu krøv av alskyns slag. Hesar fyritreytir er Fólkaflokkurin fullgreiður yvir, og bjoðar seg tí fram sum tann realistiski og ábyrgdarfulli flokkur hann er. Tá tað regnar í Klaksvík, gera vit bakkaverju í Sumba Gamalt er, at tá tað regnar á prestin, so drýpir á deknin. Sum nakað nýtt hava vit nú fingið tað, at tá tað regnar í Klaksvík, gera vit bakkaverju í Sumba. Jákup Joensen, Sumba Hetta var helst tað, sum sat eftir, tá ið vit hoyrdu løgmann svara einum fyrispurningi í tinginum fyri einum 14 døgum síðan um bakkaverjuna í Sumba. Væl veit eg, at hetta er ikki fyrstu ferð, at tjóðveldistingmaðurin her suðuri hevur reist henda spurning og var tað tí við stórum áhuga at lurta varð eftir svarinum. Sum vanligt er, og so langt sum vit eru skotnir frá miðstaðarøkinum, so hevði hetta mál tíanverri ongan almennan áhuga hjá fjølmiðlunum og hava teir tí vananum trúgvir heldur ikki nevnt tað við einum orði. Men í okkara verð hevur tað stóran áhuga. Í útvarpinum hoyrdu vit, at beint eftir stóru skriðulopini víða hvar í landinum sendi landsstýrismaðurin í vinnumálum fíggjarnevndini umsókn um játtan til ábøtur í Streymoy, Eysturoy, Borðoy, Kunoy og Kallsoy og vóru tá játtaðar 4,3 mió. kr. eftir trimum døgum. Fyri at undirstrika álvaran í málinum, hvat Kallsoynni viðvíkti, so segði útvarpið, at eisini løgmaður sama dag í samráð við landsstýrismannin í vinnumálum sendi fíggjarnevndini bræv um ábøtur eftir skriðjulopí Kallsoynni. Tá ið fíggjarlógirnar fyri 2000 og 2001 vóru til viðgerðar, spurdi sami tingmaður eftir umsókn frá Sumbiar kommunu um stuðul til bakkaverju, men fekst tá heldur einki svar hesum viðvíkjandi. Støðan er hon, at seinastu árini eru fleiri hundrað metrar av bakkanum í Sumba ruddir oman av brimi, og umsóknir um fíggjarliga hjálp eru sendar landsstýrinum. Talan er um gamlan veltan bø, sum upp ímóti 20 metrar niðan er farin fyri ongum, og henda stóra náttúruvanlukka stendur við og versnar. Talan er um eitt stórt mál fyri eina lítla kommunu sum okkara, sum ferð eftir ferð hevur gjørt vart við málið, men sum higartil einki aftursvar hevur finið frá landsins stýri, og ikki nær námindi tí afturljóði, ið skriðjulopini fyri norðan høvdu við sær. Tað var tí av stórum áhuga, tá ið fyrispurningurin hoyrdis tyvir heibleiðis sendaran úr tinginum, at vit hvat spurdist burturúr. Løgmaður varð dpurdur, um hann ikki kundi nýtt sama framferðarhátt viðvíkjandi Suðuroynni, sum hann gjørdi viðvíkjandi Kallsoynni, og sent fíggjarnevndini umsókn um eykajáttan til bakkaverju í Sumba sum skjótast. Og tað sum kom burturúr svarinum hjá løgmanni var, at nú tað hevði regnað so illa í Klaksvík og omanlop hevði verið í Skorðini í Fugloy, so fór kanska onkur at forbarma seg yvir bakkan í Sumba. Vit unna øllum, ið hava verið fyri vanlukkum, allan bata, og vóna so eisini, at arbeitt verður við hesum álvarsmáli okkara, til nakað kemur burturúr. Tað ber ikki til, og vit kunna ikki liva við, at rætturin til ábøtur eftir vanlukkur er tengdur at, hvør umsitur hetta mál í Tinganesi. Leiguíbúðir skulu byggjast Javnaðarflokkurin vil virka fyri einum ørvísi íbúðarpolitikki. Elin Lindenskov býráðslimur Valevni Javnaðarfloksins www.lindenskov.com Vit mugu koma burtur frá hugsanini um, at hvør familja skal hava síni egnu hús og harvið binda seg fíggjarliga heilt fram til pensjónsaldur, ella longri. Javnaðarflokkurin vil virka fyri einum alternativum íbúðarmynstri. Tað skal kunna lata seg gera at búgva til leigu undir tryggum viðurskiftum fyri ein rímuligan kostna. Býráðið nýtist ikki at byggja íbúðirnar, men kann skapa karmarnar og skipa íbúðarpolitikkin. Vit føroyingar hava viðhvørt sera trupult at broyta hugburð, serliga um tað snýr seg um siðbundnan hugburð. Íbúðarpolitikkurin er eitt tað truplasta at ímynda sær ørvísi, enn tað vit til allar tíðir hava hugsað. Her skal tann einstaki seta føtur undir egi borð. Klárar ein ikki tað, er viðkomandi vístur út á gøtuna. Henda siðbundna vanahugsan hóskar als ikki til okkara samfelag. Vit eiga at hugsa nógv meira um okkara medborgarar, sum av ymiskum orrsøkum ongan møguleika hava at byggja sær eini sethús. Ella tey, sum ikki ynskja at byggja sær eini sethús. Einligi forsyrgjarin hevur ongan møguleika at fíggja eini sethús. Javnaðarflokkurin vil framhaldandi virka fyri, at leiguíbúðir verða bygdar, har møguleiki verður hjá teimum, sum ynskja tað, at leiga heldur enn at byggja. Her skal verða møguleiki hjá rørslutarnaðum, menningartarnaðum, einligum, eldri sum ungum at búgva trygt fyri ein rímuligan kostnað. Havnin er nátúrligi útbúgvingarmiðdepulin í Føroyum. Javnaðarflokkurin vil virka fyri, at fleiri bústaðir verða bygdir til lesandi. Ongin skal setast aftur vegna bústaðartørv. Tín framtíðarmøguleiki liggur á Tvøroyri Tvøroyri er eitt stað sum hevur nógv av tí, sum skal til fyri at fólk skal trívast, men nakað manglar tó enn. So um tú hevur vilja og áræði, so eru møguleikarnir góðir á Tvøroyri. Pauli Einarsson Trongisvágur, valevni hjá javnaðarflokkinum Arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikar Statistikkurin vísir at arbeiðsloysið er lítið á Tvøroyri. Hetta merkir tó ikki, at tað er nokk av arbeiði til øll, tí nógv fluttu í kreppuárunum, sum fegin vilja koma heim aftur, men tíverri er í minna lagi av arbeiði til tey sum nú er. Harafturat fer mest sum allur ungdómurin aðrar staðir at fáa sær teoretiska útbúgving ella í læru. Til tey sum hava hægri útbúgving, hava vit lítið og onki at bjóða, men tað forðar teimum ikki, at byrja nakað nýtt sjálvi, tá karmar verða lagdir fyri góðum møguleikum. So er spurningurin: Hvussu fáa vit meiri virksemi, nú vit eru bundin til at hava hægsta skatt í landinum, samstundis sum avtalan við Landsbankan minkar um møguleikan hjá Tvøroyrar kommunu at gera nakrar stórvegis íløgur tey næstu árini. Sethúsa- og ídnaðarpolitikkur Landstýrið gevur heldur ikki Tvøroyrar kommunu teir stóru møguleikarnar, so leingi teir bókstaviliga ganga eftir orðunum: Tann sum hevur nógv, skal fáa meira og tann sum einki hevur, honum skal vera tikið frá. Tí má eitt samlað komandi býráð saman við øllum góðum kreftum syrgja fyri, at verandi vinna fær góðar umstøður at arbeiða undir og at møguleiki verður fyri fleiri nýggjum vinnumøguleikum. Tað er ikki politikkurin í sær sjálvum sum skapar arbeiðsplássini, men hann hjálpir til, við t.d. við at vísa á bílig grundøkir, sum liggja væl fyri til alt slag av virksemi. Vísast kann á, at kostnaðurin fyri eitt vanligt sethús íroknað grundstykki á Tvøroyri, kostar umleið tað sama sum grundøkið áleina kostar í Tórshavn. Hvørjir møguleikar eru framyvir Fyri at fáa tøkan kapital í kommununa má inntøkan vaksa samstundis sum føstu útreiðslurnar mugu skerast niður. Ein máti at minka um føstu útreiðslurnar kundi verið, at allar kommunur í oynni fáa sær felags umsiting av tí sum í dag verður gjørt aðrastaðni. Sum eitt dømi kundi ein felags stovnur við verkfrøðingum, arkitektum, grannskoðan og advokati, hjálpt bæði kommunum og vinnulívi í oynni við flest øllum dagligum uppgávum. Hetta hevði helst skorið útreiðslurnar nógv niður við tað, at hesi fólk verða sett í fast starv, og hava sítt dagliga arbeiði her, í staðin fyri at vit sum í dag, ferðast norðuryvir við hvørjum smátingi og gjalda høgt tímagjald, umframt ferða-og uppihaldsútreiðslur. Harafturat vildu hesi somu fólkini goldið sín skatt í oynni í staðin fyri aðra staðni. Við at hava eina felags umsiting vildi møguleikin fyri at fingið aðra umsiting sum í dag, sæð við eygunum hjá miðfyrisitingini, >>náttúrliga<< liggur í Havnini, haft møguleika at flutt suður. Eitt annað dømi um setan av stovnum, er gransking innan aling og fyribyrging av fiskajúkum. Henda gransking liggur náttúrliga undir einum stovni sum Heilsufrøðiliga Starvstovan, men harvið er tað ikki sagt, at kanningin verður best gjørd á Debesartrøð ella í Kollafjørði sum skjótt verður ein patrur av Havnini. Nei handa gransking og stýring kundi eins væl ligið á Tvøroyri, um politiskur vilji var til tess, tí vit vita, at fleiri yngri fólk úr oynni hava útbúgving á hesum øki, men bara kunnu fáa starv í Føroyum, um tey flyta til Havnar ella økið har í nánd. Hetta er ein skeiv gongd, og tí má hon vendast nú áðrenn eisini hesin møguleikin gleppur okkum úr hondum. Inntøkurnar kunnu bara vaksa við at meiri virksemi kemur ígongd. Tað er ynskiligt at hava fleiri sløg av virkjum á Tvøroyri, tí arbeiðið á fiskavirkjunum er alt ov óstøðugt til, at bæði maður og kona kunnu satsa uppá inntøkur frá einum og sama virki. Tá ið ongin fiskur er á virkinum, so er onki arbeiði og harvið ongin inntøka. Tí mugu vit hava fleiri bein at standa á við at fáa annað slag av virksemi ígongd afturat. Vit bjóða øllum ígongdsetarum hjartaliga vælkomnar at virka á Tvøroyri. Eldrapolitikkur í Tórshavnar kommunu Ein av teimum tingum, eg kundi hugsað mær at arbeitt við sum býráðspolitikkari er eldrapolitikkur. Meta C. Palle Valevni fyri javnaðarflokkin Tað skal vera ein sjálvfylgja at tú hevur møguleika fyri at verða ansað tá ið tú er óhjálpin. Áðrenn tú nær so langt skal tú hava møguleika at velja um tú vil á eitt røktarheim, sambýlið, ellisheim, ella vera heima, tað sum er tað rætta til tín. Velur tú at vera heima skal tú hava møguleika fyri at fólk koma heim til tín og veita tænastur, so sum at taka blóðroynd, tað kann gerast heima og ikki úti á Ambulatoriinum og onnur slík tilboð. Hvat tú velur skal tað vera fólkfólk sum ansar tær. Í dag hevur man fólk tið tí røttu útbúgvingini til tann tørvin, ið krevst. Kollafjørður - Havnin Vit ynskja kollfirð ingum vælkomnum upp í Havnina! At hugsa sær, Havnin, sum einaferð hevði mark móti Hoyvík, fer nú eftir ársskiftið at fáa mark móti Hósvík. Hans Biskopstø valevni hjá Fólkaflokkinum Her eru stórir møguleikar skaptir í miðstaðarøkinum. Havnarlagið í Kollafirði gevur pláss fyri vinnuligum endamálum, so sum kryvjivirki og nú frystihotel til aling og aðra vinnu. Her nørast arbeiðspláss. Og tá ið grótið úr undirsjóvartunlinum er koyrt á sjógvin í Kollafirði, tá verður Kollafjarðar havn ikki til at kenna aftur, og tá fer Kollafjørður at gera seg galdandi í frálandsvinnuni. Á samferðsluøkinum er Signabøur ringast fyri. Ein heilur býlingur er komin afturat, uttan at nakað er gjørt við vegakervið, sum er einsporaður vegur uttan gongubreyt. Hetta riggar ikki, men tíbetur sær tað nú út til, at gongd fer at koma á til at loysa hetta mál. Fyrireikingar eru gjørdar til at broyta svingið á Oyrareingjum, so vónandi byrjar vegarbeiðið beinan vegin. Her kann ikki bíðast longur. Koyrivegur við gongubreyt yvir Dalá og út á Signabø má gerast sum skjótast. Hetta er eitt ynski, sum tey, ið har búgva, hava gjørt vart við í fleiri ár. Havnarlagið á Signabø, sum uttan iva eisini verður útbygt við tunnilsgróti, fer sum ídnaðarøki beinan vegin at krevja, at vegurin, sum annars longu nú er projekteraður, verður gjørdur frá ídnaðarøkinum til tunnilsvegin oman fyri Oyrareingir. Við hesi bygging fer at bera til at leiða trailaraferðsluna uttan um bygt øki og harvið tryggari ferðsluviðurskifti. Fólkaflokkurin hevur sum mál at virka fyri, at vinnulívið - bæði á sjógvi og landi - fær bestu livimøguleikar og trivnað. Heilsubótar-miðstøð Fyri einum ári síðani var hugskot frammi um slíka støð inni á Sundi. Hans Biskopstø Valevni hjá Fólkaflokkinum Frá aldagamlari tíð vita menn um, at tey mineralir, sum finnast í sjógvi, eru lekjandi. Fyrr var eisini vanligt at nýta sjógv í heimaráðum til at lekja sjúkur av ymiskum slagi, so sum giktsjúkur, húðsjúkur o.a. Gomlu rómverjarnir brúktu - og Miðalhavslondini brúka tann dag í dag - baðstovu við heitum sjógvi til at bøta um heilsuna. At økið inni á Sundi er áhugavert, kemst av, at har liggur motorverkið hjá S.E.V. Og um tað tekniskt og økonomiskt letur seg gera at nýta spill- ella avlopshitan frá verkinum til upphiting av baði við heitum streymasjógvi og gosbaði, so eru karmar skaptir fyri eini heilsubótarmiðstøð, sum antin kann leggjast inni á Sundi ella beint hinumegin fjørðin á Kald-bakslandinum. Hetta er eitt stórmál, sum hugskotsstillarar og MBF arbeiða víðari við. Býráðið og S.E.V. halda málið vera áhugavert og stuðla, at fram-haldandi kanningar verða gjørdar. Her er talan um skilagóða nýtslu av spillorku til heilsubøtandi endamál. Fólkaflokkurin stuðlar hesum tiltaki. Klaksvíkar Havn Latið okkum nú eina lítla løtu dvølja við Kaksvíkar Havn, sum er merkt av stórum virksemið og sum er so tætt knýtt at lívsæðr okkara >>Fiski og alivinnuni<<. Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri Lat meg siga beinavegin, at Klaksvíkar Havn skal mennast til at vera fram um aðrar havnir í Føroyum tann førandi Havn tá um fiski og alivinnuna ræður. Og tí eiga vit at spyrja: Er Klaksvíkar Havn tað hon kann at verða? Eg hugsi at vit samd kunnu svara, at tað er hon ikki. Hvat eigur so at verða gjørt fyri at Klaksvíkar Havn kann gerast meiri virkin og kann hava størri útboð. Alivinnan: Alivinnan sum er blivin ein so týdningarmikil vinna, sum gevur stórt avkast, sum kemur okkum øllum til góða. Alivinnan eigur av Klaksvíkar Býráð at fáa tær sømdir sum krevjast bæði á landi og við bryggjukantin. Og her er neyðugt við tøttum samstarvið so vit kunnu náa málið. Útróðrarvinnan, lína og trol. Umstøður teirra eru ikki nøktandi, tí eigur enn dyggilagari at verða tikið um umstøður teirra. Umstøðurnar hjá trolbátunum at arbeiða trol teirra á landið eru syndarligar, og tað má sum skjótast fáast ein loysn á hesum trupulleika, so tørvur teirra verður nøktaður. Eisini eigur Kommunan at halda áfram at betra um tørvin hjá línu og snellubátunum, sum er tann stórri partur av útróðrarflotanum. Tá vit so hugsa um smábátaumstøðurnar, serliga við bátahylin á Borðoyavík, eru umstøðurnar har sera ótryggar, har má bøtast um viðurskiftini. Farmavinnan: Av og á skipanin innan farmavinnuna er ikki nøktandi, og her mugu viðurskiftir fáast uppá pláss, so stórri avskipan fer fram av byngjuskipum frá Klaksvíkar Havn og ikki sum í dag, har stórur partur ferð við strandferðsluskipinum, sum viðførir, at Klaksvíkar Kommuna missir stórar inntøkur. Ferðafólkaflutningurin: Klaksvíkar Kommuna má leggja størri trýst á Strandfaraskip Landsins at fáa ferðafólkaviðurskiftini á eina tryggari legu, t.d. má sum skjótast gerast ein nýggj landgongd til Dúgvuna, tí her er bert spurningur um tíð, at ein vanlukka hendir á dekkinum, har lastbilar, trailarar, persónbilar og ferðafólk er hvørt um annað vaft, harafturat er ikki lætt at verða manning, sum hevur eina velduga ábyrgd í hesum vánaligu umstøðum. Framleiðsluvinnan: Vit hava í dag fleiri virksom virkir á havnaøkinum, og her mugu betri viðuskifti fáast, við t.d atkomumøguleikum, o. ø. og eisini mugu tey fáa tær tænastur ið Kommuna kann veita Tað er av sera stórum týdningi at karmarnir eru í lagið til okkara egnu fyritøkur, áðrenn vit marknaðarføra út um okkum. Eitt er liggur eisini púra fast, tað er, at fiskaframleiðslan og okkara fiskifør skullu hava sítt virksemið inni á Klaksvíkini. So leingi sum øll farmaleiðin verður avgreidd inni á vánni, er ógjørligt við tí virksemið sum er í dag, at skapa nóg góðar umstøður hjá primervinnu okkara. Góðshavnin í Ánunum má og skal gerast nýtilig við atløgumøguleika við 12 metra dýpi, og bingjuøkið, sum nøktar tørvin. Vit eiga heldur ikki at liggja á koddanum tá vit hugsa um oljuvinnuna, men fylgja gjølla við, hvat hendir á økinum, so vit eisini eru tilreiðar til hesa stóru avbjóðing. Bústaðarneyðin ein skomm Hans Jákup Simonsen valevni javnaðarfloksins Tann unga familjan, ið roynur at seta føtur undir egið borð, hevur stórar trupulleikar í Tórshavnar kommunu. Fyri tað fyrsta eru húsaprísirnir ov høgir. Fyri tað næsta er húsaleigan ofta so høg, at tær drena húsarhaldið fyri pening, so at familjan ikki fær samla neyðugan kapital til at skaffa sær egin hús. Eldri fólk sita ofta í ov stórum húsum, eftir at børnini eru flogin úr reiðrinum, uttan at hava møguleika at flyta inn í minni og betri hóskandi hús í teirra nærumhvørvi, tí hesi finnast ikki. Alt ov fáar íbúðir eru til tey veiku í samfelagnum sum er. Familjur, sum mistu húsini í áttatiárinum, eru í einari serliga svárari støðu, millum annað tí, at tað er trupult hjá teimum at fáa fígging frá peningastovnum. Tey ungu hava brúk fyri bíligum lestraríbúðum. Tað er tí tørvur á einum heilt nýggjum og øðrvísi kommunalum bústaðarpolitikki, ið byggir á eina sociala grundhugsjón, har ongin verður gloymdur ella tilsíðissettur. Tórshavnar kommuna eigur tí at niðurseta ein arbeiðsbólk, ið er samansettur av politikarum og starvsfólkum við serkunnleika á økinum. Arbeiðsbólkurin skal hava til endamáls, at kanna bústaðartørvin, útstykkingar- og byggimøguleikar og at skaffa fígging og samskipa alla verkætlanina. Arbeiðsbólkurin skal arbeiða skjótt og miðvíst, fyri at fáa bygt íbúðir, ið eru passandi í stødd og prísi, bæði sum egin hús, lutaíbúðir, leiguíbúðir, vardar íbúðir og kollegiir. Umframt at prísurin skal vera rímuligur, skal dentur leggjast á, at byggjaríið hóskar inn í tað føroyska landslagið, og hevur fríøki har børn kunnu spæla og ung og eldri vera saman. Bólkurin skal seta seg í samband við peningastovnar, tryggingarfeløg, fakfeløg, húsalánsgrunnin og aðrar grunnar fyri at fáa hesar at verða við i verkætlanini og føra hana út í lívið. Fígging skal ikki koma frá kommununi, men kommunan skal útvega og ávísa grundøki og vera við í fyrireikingararbeiðnum. Eg haldi tað vera skilagott, at nýútstykkingar verða gjørdar í Hoyvíkshaganum, og eg vil arbeiða fyri at líknandi nýútstykkingar verða gjørdar á Signabø og í Kollafirði, nú vinnulívið blómar, gongd er komin í útbyggingina av skúlanum, bygging av ítróttarhøll, og býbussurin eisini fer at koyra til Kollafjarðar aftaná nýggjár. Men hettar loysir ikki allan íbúðartørvin í kommununi, her manglar tann almenni- sosiali bústaðarpolitikkurin, ið vil geva tryggari socialar umstøður fyri borgarnar í kommununi. Ein loysn av íbúðartørvinum vil eisini gera at húsaleigan ikki hækkar. Eg vil tí arbeiða miðvíst fyri einum nýggjum kommunalum íbúðarpolitikki, sum hevur til endamáls at skipa fyri skjótum og skilagóðum loysnum á økinum. Sambýlið á Argjum Vit hava øll eitt ynski um at liva leingi, og tey, ið granska aldur siga og vita, at við tí framgongd í trivnaðinum, sum hevur verið hesi seinastu mongu árini, so gerast fólk eldri og eldri. Sólborg Dulavík, valevni Sjálvstýrisflokksins til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu Veruleikin er sostatt tann, at tað verða fleiri gomul fólk í okkara vælferðarsamfelagið. Men hvat ger tað við okkara samfelag. Í langa tíð hevur tað verið skriva og tosa um hvussu stórir trupuleikar eru innan eldrarøkt og um hvørji, tilboð ella ikki tilboð, eru til tey gomlu. Hóast hetta prát, sum er veruleikin tann at alt ov fáir møguleikar eru. Vit tí práti, sum gongur fyri seg, so fær ein fatan av at skuldin liggur í, at tað eru so nógv gomul. Tað kann ikki vera rætt, enn minni sømuligt, at so er. Tey, ið ráða fyri borg-um eiga at seta seg niður og gera nakað við viðurskiftini hjá teimum gomlu. Sum dømi kann nevnast at úti á Argjum hevði verið hóskiligt, at álvari bleiv gjørdur úr a fingið eitt sambýli, og av góðum grundum er hetta mín stóri áhugi. Vit eiga sum skjótast at fáa hetta til veruleika. Sjálvandi ynskja tey allar flestu at vera í egnum heimi sum longst. Tað kundi eisini verið gjørt nógv meira, fyri at fólk kunnu vera heima sum longst. Tað verða altíð nøkur, sum hava tørv fyri hjálp, bæði tí tey ikki megna at taka hond um seg sjálvan, ella at einsemi ger tilveruna so ómenniskjaliga og dapra. Ein áheitan til allar góða kreftir - seti tey eldru fremst á listan. Tað kemur okkum øllum til góðar. Tí her kunnu vit øll fáa sama rætt. Og veruleikin er tann, at liva vit, so verða vit øll gomul einaferð, uttan mun til, hvussu vit hava havt tað frammanundan. Øll hava tørv á tryggleika, umsorgan og kærleika. Fólk skullu sostatt hava tíð og umstøður fyri at hetta skal lata seg gera. Vit í Sjálvstýrisflokkinum vilja framhaldandi arbeiða fyri, at tey eldru verða meira hoyrd og, at tey sjálvi sleppa at siga frá teirra tørvi; óansæð hvussu ymiskur tørvurin nú kann verða. Hvussu langt kemst? Tórshavnar kommuna hevur eina rúgvu av málum, sum bíða eftir at vera gjørd liðug. Øll kosta tey nógvan pening, og fleiri teirra verða tí ikki gjørd liðug eftir einum ári. Regin av Steinum, valevni á tjóðveldislistanum til býráðið Her kunnu nevnast: ansingarmálið, runt í allari kommununi munandi útstykkingar skúlabyggingar, t.d. á Argjum og í Hoyvíks- haganum 2 ítróttahallir, í Kollafirði og Hoyvík ringvegurin ídnaðarøki ymisk vinnufremjandi og lættandi tiltøk bryggju- og havnarviður- skifti, t.d. í Kollafirði bátahyljar at gera lidnar, t.d. á Argjum og Signabø smærri og størri vega- ábøtur ymsastaðni í kommununi umstøður til frælsan ítrótt í Havn Listin er ivaleyst longri, men vit skulu minnast til, at øll hesi málini skulu setast upp ímóti einum ávísum skattaprocenti (18,5%?), sum gevur so og so nógvar milliónir í kommunukassan. Hvussu stórt rúm verður nú til onnur mál? Tað er sjálvandi eisini ein áhugaverdur spurningur. Høvuðssjónarmið mítt er, at nevndu málini skulu fremjast í komandi valskeiði innan fyri vanligar fíggjarkarmar. Vatntrupulleikar John Sigurd Joensen valevni á Javnaðarlistanum í Klaksvík So at siga øll tey ovastu húsini hava trupulleikar av vatnið, sum rennur úr haganum tá tað regnar. Eisini hús sum liggja niðan fyri hava tann sama trupulleikan. Eg veit at nógv hava klaga til býráðið um hesar vatntrupulleikar, men svar kemur onki aftur frá býráðnum, og onki verður gjørt. Hetta er ein ótolandi støða hjá teimum sum hava henda truplleika, at hvørja ferð tað regnar so liggur alt undir í vatni. Hetta er ein uppgáva hjá býráðnum at loysa. Nú verður býráðval, tí vil eg bert heita á tykkum, sum hava hesar vatntrupulleikar, farið á val og velji meg persónliga, so skal eg syrgja fyri at hetta verður tikið upp sum skjótast. Eg tori, torir tú. Gott val. Hjartamál fyri Havnina Á alnótini spurdi ein brúkari meg, hvat hjartamál eg havi fyri Havnina. Jógvan Arge valevni tjóðveldisfloksins til Tórshavnar Býráð Eg má viðganga, at eg í knappari vend hevði ilt við at taka eitt mál fram um onnur. Svarið bleiv tí tað einfalda, at eg havi bara hjartamál fyri Havnina. Havnin er ein góður býur at búgva í. Havnin er okkara kulla. Her tími eg at vera. Eg stórtrívist millum fólkini og húsini í Havn, og eg veit, at tað eri eg ikki einsamallur um. Vit eru mong, sum hava tað felags mál, at Havnin skal vera ein góður, vinarligur, vakur, reinur og virksamur býur at búgva í og koma til. Her skal vera lív og gróður og menning. Men hetta kemur ikki bara av sær sjálvum. Fyri framman eru stórar og spennandi avbjóðingar, sum seta krøv til borgararnar og tey, sum stíla fyri í Tórshavnar Kommunu. Vit mugu leggja okkum eftir, at býurin fylgir við menningini á øllum økjum, og at kommunan er før fyri at útinna sín týðandi leiklut í landinum og Atlantshavinum. Ongantíð er meiri aktuelt enn nú at gera sær hugsanir og leggja ætlanir um framtíðina hjá okkara høvuðsstaði. Tann minkandi heimurin og tann vaksandi altjóðageringin geva okkum møguleikar, sum vóru óhugsandi fyri bert fáum árum síðani. Kollveltingin í telesambandi og ferðasambandi hava gjørt, at fjarstøðan hevur lítlan týdning longur. Umheimurin kann nú lættliga taka okkum við í sínar verkætlanir, og vit kunna fara upp í verkætlanir saman við umheiminum á mestsum jøvnum føti. Fruktirnar av øllum hesum nýtíðar møguleikum skula sum frálíður síggjast aftur í Havn, og tað skal eisini síggjast aftur í Havnini, at útlit eru fyri olju undir Føroyum. Hesar avbjóðingar mugu takast við opnum sinni og stórum álvara og setast inn í karmar, sum hóska saman við okkara fyritreytum og mentan. Nøkur av mínum hjartamálum fyri Havnina eru sostatt, at Havnin alsamt verður ein góður býur og høvuðsstaður at búgva og virka í, at Tórshavnar Kommuna altíð at skarar fram úr á Føroyakortinum, og at Havnin og Tórshavnar Kommuna til eina og hvørja tíð eru før fyri at útinna leiklutin sum miðstøðir í Norðuratlantshavi. Familjukreppur Jónas Johnsson Valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum Privatir familjuráðgevar bjóða seg fram. Tað almenna eigir í grundregluni ikki at ganga privatum virksemi í bedini. Men tá ið tað snýr seg um álvarsligar óloystar trupulleikar, er støðan tó øðrvísi. Støðan er uttan iva, at vit í nógvum førum treingja til betur at eftirliva góðum gomlum kristnum siðavirðum. Men tað snýr seg eisini mangan um samfelagsligar sosialar ójavnar og at fólk ikki hava verið greið um síni rættindi ella hava ikki duga at nýtt tey. Spyrningurin er, um kommunan kann fyriskipa ferðandi toymir, ið skulu virka á skynsaman og sømiligan hátt. Hugsað er um liðiligt samansett hjálparlið, sum verða sett saman til tørvin í einstaka førinum. Hesi kundu fari sjálvboðin ella eftir áheitan til hjálpar. Sjálvandi er ikki gott at vita, hvussu best kann setast inn at fyribyrgja og minka familjukreppur, ið koma av túsund ymiskum orsøkum. Men vónandi vil komandi býráð leggja orku í at finna loysnir, sum minka munandi um familju- og einstaklingakreppurnar. Tað kann eisin stuðla undir, at øll børn fáa góð og heimlig uppvakstrarkor. Viðmerkingar til Hans Jákup Simonsen, Kollafjørður Hans Jákup Simonsen sigur í grein í bløðnum tann 1. november, at hann hevur sitið í sosialu nevnd sum umboð fyri Kollafjarðar kommunu og fylgt tí politiska orðaskiftinum um barnaansingina og hevur harvið fingið stóran áhuga fyri barnaansingarøkinum. Schumann Hjaltalin, býráðslimur, valevni fyri Sambandsflokkin Hvussu Hans Jákup hevur fylgt við í tí politiska orðaskiftinum, kann eg ikki gera viðmerkingar til, men tá hann sigur, at býráðið, undantiknir javnaðarpolitikarnir, koyrdu málið um barnaansing í nevnd fyri at súlta málið, so er hettar ikki rætt. Tað var einmalt samtykt at koyra málið í nevnd, eisini Javnaðarflokkurin tók undir hesum. Nú veit eg ikki, um Hans Jákup hevur fylgt ov illa við, men rætt skal verða rætt. Annars hevur Býráðið samtykt við fyrstu viðger av fíggjarætlanini at seta pening av til barnaansingarøkið, soleiðis at ansingin verður loyst til ár 2003, á hesum fundi luttók eisini Hans Jákup Simonsen. Kvinnur í politikk? Nú, uppundir komandi býráðsval hevur serliga nógv verið tosað um, at kvinnur skulu verða meira virknar í politikki, og fleiri kvinnur eru eisini uppstillaðar hesaferð. Maria á Dul valevni Fólkafloksins til Tórshavnar býráð Nú er so upp til veljaran at gera nakað við tað! Men hví skulu kvinnur vera virknar í politikki? Jú! Um tú skalt fáa nóg breitt grundarlag at taka avgerðir út frá er neyðugt at fáa lýst støðurnar frá øllum sjónarhornum. Tað fæst ikki bara við monnum. Javnvág má inn í avgerðargrundarlagið - avgerðirnar! Tað er væl kent, at har menn hugsa í eindum, hugsa kvinnur í heildum, menn hugsa meira um tey >>hørðu<< tingini, havnir o. s. v., kvinnur hugsa meira um tey >>bleytu<< tingini, heilsu - og sosialmál o.s.v., harvið sjálavndi ikki sagt, at tað eina er meira týdningarmikið enn hitt, ella at bæði kyn ikki duga at taka avgerðir um bæði, men við eisini at velja kvinnur inn í býráðið er størri møguleiki fyri at tær avgerðir tiknar verða, vera til frama fyri heildina. Gott val! Til minnis um Karl Vang Minningarorð Tað er altíð ringt at seta seg niður at skriva minningarorð, og so serliga tá tað er ein, sum man er komin at halda nógv av. Karl var ein maður, ið ikki segði so nógv í orðum, men álíkavæl vistu tú altíð hansara meining. tað var ótrúliga lætt at blíva góður við hann, tí hann hevði sín serliga máta at vera uppá. Um man kom inn til Annu og Karl ein sunnudag kl. 17.00 kundi man vera vísur í at møta honum við urinum í hondini, púra klárur at fara á møti kl. 18.00. Men so bleiv Karl sjúkur, bleiv veikari og veikari, tað var ótrúliga ringt at síggja, hvussu hann viknað. Men eitt er vist, í dag hevur hann tað gott, burtur úr likaminum heima hjá Harranum, sum tað bleiv sagt bæði í kapellinum og til jarðarferðina, og eg veit at vit ein dag skulu síggjast aftur heima hjá Harranum, saman við øllum okkara kæru, vit sum hava tikið ímóti Honum sum okkara persónliga frelsara. Eg havi altíð følt meg væl at koma inn í heimið hjá Annu og Karl í Kaldbak, altíð verið væl móttikin og altíð hava tey verið klár at bjóða okkurt gott, og somuleiðis er tað eisini nú tú Anna situr einsamøll eftir. Eg ynski við hesum fáu orðum at takka fyri tað, sum tit hava verið, og tú Anna ert fyri meg, Karl, Tordis og Mariannu. Má Harrin styrkja tykkum øll og teg Annu á ein serligan hátt. Æra veri minnið um Karl. Takk fyri alt. Heidi v/ fam. ODDAGREIN: Ein ótryggari heimur við Bush Amerikanska forsetavalið gjørdist ein gysari. Sjáldan hevur tað staðið so javnt millum tvey forsetavalevni Í løtuni er ógreitt, um nýggi amerikanski forsetin eitur Bush ella Gore. Val hevur eisini verið til kongressina Her hava republikanararnir vunnið tepurt. Møguleiki er tí fyri, at republikanski flokkurin fer at hava buktina og báðar endar. Tað kann neyvan verða gott fyri demokratiið, um republikanski flokkurin fær valdið bæði í Hvítuhúsunum og í teimum báðum kømurunum í kongressini. Flestu eygleiðarar og stjórnarleiðarar í Europa seta sítt álit á, at uppteljingin í Florida fer geva Gore meirilutan. Eitt USA við Bush sum forseta fer at skapa óvisssu og ótryggleika í heiminum, nú tað verður roknað við, at Bush fer at reka ein isolatoriskan politikk. Hyggja vit at, hvat republikanarin Bush stendur fyri, so er eisini orsøk til at óttast. Tí hesin óroyndi republikanarin kann koma at seta kíla í ta vælferðarskipan, sum demokratarnir hava roynt at byggja upp seinastu árini við m.a. eini betri sosialari trygdarskipan og einum útbygdum útbúgvingarverki. Tað er ikki serliga hugaligt at ímynda sær ein høgravendan republikanara í Hvítu Húsunum komandi fýra árini, sum eisini hevur alt valdið í Kongressini. Tí tað gevur hansara, eftir europeiskum hugsanarhátti og leisti, asosiala og mannarættindafíggindaliga politikki vind í seglini og tað lovar ikki gott fyri demokratiið í heimsins mætastu tjóð. Bush er dyggur mótstøðumaður í abortspurninginum, og tað kann koma at hava álvarsligar menniskjansligar avleiðingar. Bush er so eisini kendur fyri, at vilja geva øllum amerikarum loyvi at bera vápn uttan nakrar restriktiónir. Hetta kann eisini koma at at fáa avleiðingar fyri kriminalitetin. At komandi amerikanski forsetin hevur met í avrættingum í sínum egna heimstati er eisini nakað, sum man geva mongum vestureuropeara høvuðbrýggj. Tað er tankavekjandi, at maðurin í hesum heimsins mest týðandi embæti, skal vera tann politikarin, sum hevur sent flest borgarar í elektriska stólin. Sosialurin Miðbýurin - Hjarta í býnum Ansast má eftir, at miðbýurin ikki minnur um eitt tannleyst gebiss. Jan Christiansen Býráðslimur fyri fólkaflokkin Ein og hvør býður, við viðring fyri sær sjálvum, roynir at hjúkla um hjarnina av býnum. Miðbýurin, har alt er sprottið út frá, setur sín dám á býarmyndina og er eitt savningarstað hjá fólki. Soleiðis er eisini í Havn. Tað er niðri á Vaglinum, fólkið savnast tá eitthvørt hátíðarhald verður hildið. M.a. er Vaglið miðpunktið á Ólavsøku, Grækarismessu, Flaggdagin og til 1. mai dagshaldið. Men er tað nokk? Kann ein miðbýur yvirliva við bert at vera karmur um hátíðarløtur? Mítt svar er avgjørt nei! Um Miðbýurin framhaldandi skal verða staðið har fólk vitja, má miðbýurin hava nakað at bjóða allar 365 dagarnar um árið. Tað nyttar lítið at taka burtur eitt hús fyri og annað eftir, fyri at leggja ein grønan plett ella fyri at geva pláss fyri trimum bilum. Tá kemur kjarnar av býnum at minna um eitt tannleyst gebiss. Umráðandi er, at borgarin tímur at koma í miðbýin, eisini tá tað regnar og tá kalt er. Okkurt má vera í hjartanum á býnum, ið dregur. Hjartað er hitamiðdepulin í kroppinum, og soleiðis eigur okkara miðbýur eisini at vera. Har mugu vera handlar og tænastustøð. Har eigur at vera matstøð og caféir. Mentunarstøð og sjónleikur, osfr. Fyri at geva rúmd fyri hesum, í miðbýnum, eigur eitt komandi býráð at gera eina miðbýar ætlan. Henda ætlan skal verða gjørd í tøttum samstarvi við tey, sum í dag húsast í miðbýnum. Nýggjar ásetingar eiga at verða gjørdar, so at framtíðarbyggin í miðbýnum er við til at fjálga um og er við til at geva býnum lív og hita. Ansast má eftir, at hugnin og vakurleikin í býnum verður varveittur. Kommunan kundi byrja við at hampa og fríðka hjá sær sjálvum. Ikki kann sigast, at húsini á Glade Hjørn, ið kommunan eigur, er nakað prýði fyri býin. Hvat er týdningarmiklari - niðurgjalding av kommunalari skuld ella røtt raðfesting? Øll munnu vit kenna til byrðuna av skuld og dreymin um skjótast gjørligt at kunna minka hesa og vinna størst fíggjarligt frælsi. Jenis av Rana Tú kennir tað frá tí dagliga húsarhaldinum, landspolitikkarar kenna tað frá landshúsarhaldinum, og støðan er júst hin sama við húsarhaldunum í kommunum okkara. Poul Nyrup Rasmussen, danski forsætisráðharrin, staðfesti, at Landsstýrið hevði megnað at lagt pening til síðis og niðurgoldið skuld, og hann metti hetta at verða framúr positivt. Men hann nevndi ikki, at prísurin var eitt niðurslitið samfelag. Áttu týdningarmikil communal øki at verði lýst í undantaksstøðu? Farandi bý(ði)ráð rósar sær av, at hava goldið skuld Havnar kommunu til eitt óvæntað lágt støði, men eisini teir gloyma at siga okkum prísin, ið er ein kommuna, sum á týðandi økjum átti at verið í undantaksstøðu! Í grein í bløðunum herfyri - nevnd Býráð ella bíðiráð - havi eg víst á ta neyðstøðu, ið bæði børn, sjúk, familjur og eldri eru í í dag - just tí at teir, í annars skilagóðu royndum sínum at minka um skuldina, gloymdu at raðfesta tað neyðuga fremst! Hugsa um títt egna húsarhald Einfalt dømi frá egnum húsarhaldi vísir hetta best. Velji eg at brúka meginpartin av inntøkuni til at minka um skuldina, so vil, hvussu hugalig minkaða skuldarbyrðin enn kennist, hetta fáa fylgir fyri onnur øki í dagliga degnum. Peningur fer at mangla til viðlíkahald, presónliga røkt, tað, ið krevst til børnini v.m. v.m., alt tí at tráanin eftir skuldarfrælsi fekk okkum at gloyma raðfestingina av tí, ið hevði størri týdning. Lyfti Miðfloksins At eggja til og vera við til at raðfesta rætt í øllum viðurskiftum lívsins, verður altíð høvuðsendamálið í politikki Miðfloksins. Tað lyftið geva vit fegin veljarum okkara, bæði á bygd og í bý. Fjørðuvegurin má koma nú Sambært íbúgvaratal rokni eg við, at Klaksvík eru flest bilar og hartil ferðsla. John Sigurd Joensen Valevni á Javnaðarlistanum í Klaksvík Í Klaksvík eru fleiri bilar pr. húsarhald. Serliga er ferðslan stór eftir Klaksvíksvegnum og norð eftir Biskupsgøtu, ja heilt norð á Kósina. Eg haldi ikki at eg taki feil. Í samband við miðbýarætlanina, er ein sokallaður fjørðuvegur á vestursíðuni. Vegurin skal ganga frá sandinum og út á keiina. Mær vitandi hevur býráðið keypt neyst upp í hesum sambandi. Nú haldi eg at tað er tíð uppá, at hesin vegurin verður gjørdur. Sum sagt, er so nógv ferðsla eftir Klaksvíksvegnum, at t.d. fríggjadag er næstan ikki framkomandi. Um vit gjørdu fjørðuvegin hevði hetta lætt nógv um tað nógvu ferðsluna eftir Klaksvíksvegnum. Ein loysn hevði verið at gjørt vegirnar einsrættaðar, soleiðis at um tú skal úteftir skal tú eftir fjørðuvegnum, ella eisini umvent. Við góðum vilja finna vit út av tí, hvønn veg ferðslkan skal fara. Hetta vil eg arbeiða fyri. Gott val. GRÍMA Tað munnu vera øll sum fegnast um tað stóra arbeiði sum sjónleikarbólkurin GRÍMA leggur úr hondum og vit skulu vera sera takksom fyri hvussu bólkurin ríkar okkum við sínum framførslum. Far okkum at sveima út um molan og sum ger lív okkara meira vert. Johan Mortensen Valevni hjá Tjóðveldisflokkinum Vit skulu eisini fegnast um at ein úrmælingur sum Eyðun Johannesen, sum uttan iva hevur størri avbjóðingar í London, Berlin ella New York í boði er komin aftur á klettarnar. Hetta er idealisma við lýt. Tað er ótrúligt at lítla Havnin eigur ein sjónleikarhóp á altjóða støði. Latum okkum ikki gloyma hetta. Tó er synd er at siga at Landsstýrið og Býráð hava verið líka idealistisk við at stuðla hesum fólkum. Hvussu leingi tíma hesi fólk at arbeiða undir umstøðum sum ikki eru nøktandi? Hesi listarfólk skulu ikki sindra síni kreativu evni við at ganga biddaragongd hjá bureakratiskum ignorantum, men skulu hava tær neyðugu, attraktivu fíggjarumstøðurnar at virka undir. Tjóðveldisflokkurin í komandi Býráði vil stuðla sjónleikinum, tað er sikkurt og vist. Ferðslan í >>gomlu<< býarpørtunum Umhvørvið og vegirnir í hesum íbúðarøkjum vóru hvørki planlagdir ella gjørdir til ta nógvu og tungu ferðslu, ið vit hava í dag. Inga Foldbo Hjallnafoss Valevni hjá Sjálvsstýrisflokkinum Ferðslan í Vesturbýnum er beinleiðis vandamikil fyri tey, ið ikki eru í bili. Síðani Marknagilsvegurin var stongdur fyri ferðslu, er ferðslan gjøgnum býin økt heilt nógv. Tað eru tó ongi tiltøk gjørd at betra um ella tryggja viðurskiftini hjá teimum, ið eru til gongu ella á súklu. Tað vildi verið uppá sítt pláss at gjørt fótgangarafeltið ella sett upp ávaringar á fleiri støðum. Til dømis er Svalbards-/Grønlandsvegurin smalur, har er vánaligt sýnið - bæði hjá bilum og fólki, ið skal yvir um vegin. Hesi viðurskifti vóru ikki for góð til ferðsluna í forvegin. Umstøðurnar í einum íbúðarøki skulu vera soleiðis, at børn hava trygg spæliviðurskifti og tryggan veg til skúla, og tey eldru eiga at kunna hætta sær yvir um vegin, hóast sjónin ella hoyrnin er niðursett og gongdin vánalig. Hetta má vera galdandi til dagligt, og eisini tá ið arbeitt verður uppá veganetið. Viðurskiftini í høvuðsstaðarøkinum mugu tillagast soleiðis, at tað er pláss fyri øðrum enn bilunum og teimum koyrandi. Hesum vilja vit arbeiða fyri. Stutt svar til Jógvan Mørkøre til viðmerking í Sosialinum 3. nov. Sambært >>óhefta<< samfelagsfrøðingin Jógvan Mørkøre følir onkur seg traðkaðan á tærnar í samband við ta samrøðu, sum eg hevði við Jan Müller, blaðstjóra á Sosialinum 1. nov. Birgir Danielsen Hví hesin >>óhefti<< Jógvan Mørkøre reagerar, sum hann ger, váttar bert tann mistanka, sum eg so leingi havi haft og er eingin orsøk til at gera viðmerkingar til tað. Fyrsti spurningur Jógvan Mørkøre stillar: Hevur Landsstýrið ikki hildið seg til samgonguskjalið? Svarið er: Jú, tað hevur tað í spurninginum um Fullveldið gjørt. Tó, nú meðan eg skrivi hetta, hoyri eg í útvarpinum, at ein kúvending er gjørd frá >>loysing fyrst og danir gjalda yvirgangstíðina<< til nú >>eina longri yvirgangstíð og síðan loysing, tá yvirgangstíðin er liðug<<. Til alt hetta kann sigast at millum ár og dag eru gjørd nógv valupplegg og nógv samgonguskjøl og royndirnar um at liva upp til hesi lyfti og samgonguskjøl hava eydnast í størri ella minni mun. Í hesum førinum hevur Landsstýrið gjørt nógv burtur úr tí eina punktinum í samgonguskjalinum, men lítið burtur úr restini. Fyri meg og fleiri hevur ta verið eyðsæð, at royndir Landsstýrisins longu áðrenn fyrsta samráðingarfund ikki kundu føra á mál. Tí haldi eg ikki tað vera nakað løgið í, at røddir eru frammi um at broyta kósina soleiðis, at vit fáa eina fólkaræðisliga tilgongd t.v.s, tað verður Føroya fólk - eisini sambands- og javnaðarfólk, sum skulu taka støðu til eina endaliga loysn, sum eisini er í samsvar við tað, sum løgmaður hevur endurtikið ferð eftir ferð: at fáast skal ein breið undirtøka. Eitt annað mistak, sum er gjørt í hesum 1. upplegginum hjá landsstýrinum, er, at landsstýrið hevur roknað við at fáa hjálp frá donsku stjórnini at taka sjálvstýri. Er hetta ikki heldur naivt? Tað átti ikki at undra nakran, at danskir politikarar seta seg ímóti at Føroyar loysa frá Danmark. Hvørjar fylgir kann hetta fáa fyri Danmark í altjóða høpi? Verður hetta ikki eitt prestigutap hjá Danmark? Annar spurningur: Er ein meiriluti innan Fólkaflokkin farin undir at endurskoða tað, flokkurin fór til val uppá? Eg kann ikki svara fyri um ein meiriluti av flokkinum er farin í holt við hetta ella ei. Men tað eru nógv fólkafloksfólk og onnur við, sum spyrja seg sjálvan um valda mannagongd er røtt. Svarið til spurning 1 omanfyri tíðir uppá, at henda mannagongd førir ikki á mál, sum løgmaður eisini hevur váttað 2. nov. kl. 16. Katrin gloymir skjótt Katrin Dahl, sum eftir 12 (ella rættari 11) ár sum býráðslimur nú takkar fyri seg, leggur í eini >>áheitan<< í valblaði fólkafloksins okkum í tjóðveldisflokkinum undir at hava ábyrgdina av, at >>henda seinasta býráðssetan ikki hevur víst stabilitet<<. Leivur Hansen borgarstjóri Her má bila við minninum hjá góðu vinkonu míni, tí høvuðsorsøkin til óstabilitetin hevur júst verið at finna í hennara egna flokki - fólkaflokkinum. Tað byrjaði við, at tvey av teimum fýra fólkafloksumboðunum á vári 1998 rýmdu av skútuni, tá teir ikki fingu okkum onnur til at taka undir við tilmæli teirra um at taka av einum tilboði um graslíki til ovara vøll í Gundadali og vøllin á Argjum, sum var hálvaaðru miljón krónur dýrari enn lægsta tilboðið! Tað eydnaðist okkum kortini, við mikið stríð og strev, at fáa drigið annan teirra inn um aftur í samgonguna, soleiðis at vit framhaldandi høvdu meirilutan í býráðnum. Hetta var tó ikki nógmikið til, at samgongan kundi varðveita allar nevndarformanssessirnar, tí minnilutin fekk nú - saman við fólkafloksumboðnum, ið >>slapp<< - meiriluta í fleiri nevndum. Hetta kostaði Katrini Dahl formanssessin í heilsu- og umhvørvisnevndini, tjóðveldisflokkinum formannin í mentamálanevndini og javnaðarflokkinum formannin í sosialu nevnd. Hesum kundi javnaðarflokkurin ikki liva við, og tá minnilutin eitt ár seinni bjóðaði honum sosialnevndarformanssessin aftur, um hann afturfyri kom yvirum til teirra, stakk hann í sekkin og fór. Hetta hevði við sær, at fólkaflokkurin nú eisini misti formannin í byggi- og býarskipanarnevndini. Undir viðgerðini í fjørheyst av uppskotinum til fíggjarætlan fyri í ár, tók fólkaflokkurin okkum enn eina ferð øll á bóli við einvíst at kunngera, at nú skuldi skatturin niður við einum prosenti. Eitt av málum samgongunnar var at virka fyri lægst møguligum skattatrýsti. Men hvørki vit ella hinir flokkarnir hildu røttu løtuna enn vera komna til at lækka skattin, havandi stóru skuldarbyrðuna og støðugt vaksandi íløgutørvin í huga. Men fólkaflokkurin var hvørki at høgga ella at stinga í, og tí gjørdu vit í tjóðveldisflokkinum av at taka av tilboðnum frá hinum flokkunum um at kasta saman við teimum og soleiðis fáa stabilitet í aftur. Hetta hendi fyri sløkum ári síðani, og síðani hava vit ikki sæð í halaferðina á Katrini aftur. Hvussu leingi tola føroyingar loysingarsamgonguna ið bert leggur óneyðuga tunga byrðar á føroyingar! Marjus Dam Løgtingsmaður Tolið man vera við at vera brúkt hjá flestu føroyingum. Hendan samgonga hevur óneyðugt píska føroysku arbeiðsmegina við at vinda skatt og avgjøld úr hesari. So álvarsliga er farið til verka, at 500.000.000 kr. (500 milliónir kr.) ella 40.000 kr. eru tiknar ov nógv frá hvørjum einasta húski seinastu árini. Og hugurin tykist bert verða at herða kvørkratakið á føroyska arbeiðaran, handverkaran, skrivstovufólki, sjúkrasystrina, sjómannin. Ja, øll. Flestu fólk, ið fáa sína løn eru ikki so misnøgd við hesa, men eftir at loysingarsamgongan hevur verið eftir tolli og avgjøldum, so er møguliga eftir til mjøl og vatn hjá vanliga føroyinginum - ímeðan Landskassin er við at flóta ivir í ríkidømi. Og viljin hjá loysingarsamgonguni at taka minni inn frá føroyingum, tykist ikki vera til staðar - tvørturímóti. Tað er bert ein vegur at ganga á hesum øki, og tað er at lækka skattirnar av einari einfaldari orsøk. Teir eru ov høgir. 40.000.00 kr verður kravt inn ov nógv ímeðal fyri hvørt húski árliga. Um Løgtingið ikki ger nakað ítøkiligt við hesi viðurskiftir, so vóni eg at føroyingar og fakfeløg gera taðneyðuga. Soleiðis at hendan samgonga verður noydd at leggja frá sær. Tað kann ikki vera rætt, at øll saft og kraft skal drenast úr føroysku arbeiðsmegini niður í landskassan. Føroyingar - latið okkum standa saman um at fella hesa samgongu. Ikki samband ella fullveldi men menn og kvinnur, ið vilja bróta upp um armar, og fara inn og loysa teir trupulleikar, ið sitandi býráð ikki hevur megna Ása Olsen valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum í Suðurstreym Tað er ein sannroynd, at tørvurin á røktarheimsplássum kring landið liggur um 500-600 pláss, og er sjálvandi ein stórur partur her í Havn. Hvar og undir hvørjum umstøðum eru hesi fólk? Heimarøktin er einasta stað tey kunnu fáa hjálp, og so við og við sum talið veksur á hesum tørvi, alt meðan Heimarøktin ikki fær tilsvarandi hækkan í síni játtan, so verður hjálpin eisini hareftir. Ein má bara ásanna, at høvdu vit ikki havt starvsfólk í Heimarøktini í dag, við royndum og vilja til at fáa tingini til at fungera, so hevði verið illa vorið. Tað er ein sannroynd, at bert tey fysiskt og phsykiskt sterku starvsfólkini klára trýstið, ið tað er, at renna hús úr húsið, altíð í tíðarneyð, og altíð at hava følilsi av, at ein ikki nær tað ein ynskir, tí at tørvurin bert verður størri og størri. Minnast skal eisini til, at tað er ikki sum á einum røktarheimi, at ein vakt avloysir eina aðra, og vit eru heldur ikki komin so langt, at vit kunnu veita hesum fólkum hjálp allar tíðir á døgninum. Nei í nógvum førum veit heimahjálpin tá hon hevur verið og hjálpt einum brúkara í song, at ongin kemur aftur fyrr enn næsta morgun. Sum eg áður havi skrivað, so er bert eitt eldrasambýli í kommununi, og er tað greitt, at um býráðspolitikkarir høvdu havt vilja til at loysa teir stóru trupulleikarnar á eldra økinum, vóru minst fýra sambýlir í kommununi. Tað er so lætt at koma við yvirskriftum, sum at vit ikki gloyma okkara gomlu o. s. fr. men tað er ein sannroynd, at tað er langt ímillum orð og gerð hesum viðv. Ein fær eisini tað hugsan, serliga nú tosa hevur verið um kvinnur í politikki, at tað møguliga er tað, at tann kvinnuligi parturin manglar í hesum samanhangi. Býráðsvalið 21. november 2000 Uppgávan hjá býráðnum er at skapa góðar og tryggar karmar um alt fyritaksemi í býnum, tað verið seg at útvega grundøkir til bygging av sethúsum, soleiðis at fólk kunnu seta føtur undir egið borð. Eiler Johannesen valevni Karmar fyri framleiðslu og vinnurekandi, soleiðis at møguleikar eru fyri arbeiðsplássum til fólkið í kommununi, vegakervi - soleiðis at fólk trygt kunnu koma og fara til og frá arbeiði og skúla. Stovnar til barnaansing, sum kommunan nú hevur fulla ábyrgd av, og harvið betur er før fyri at tilrættaleggja íløgurnar til at nøkta ansingar tørvin. Karmar fyri tann sum eigur bát, t.v.s. bátapláss og - drátt til ymiskt viðlíkahald v.m. Ein hin týdningarmesti karmurin er møguleikin/evni til at fíggja tann tørv, sum er í kommununi. Tí er tað av stórsta týdningi, at sum mest fæst fyri hvørja krónu, sum rindað verður í skatti. Sostatt kann vera neyðugt at raðfesta íløgurnar soleiðis, at skuldin hjá kommununi kann haldast so lág sum gjørligt, og at borgarin ikki rindar hægri skatt enn rættvíst er. Flokkurin ynskir at vera við at ávirka politikkin og harvið tær avgerðir, sum skulu takast komandi 4 árini. Tað er sera týdningarmikið at taka rættar avgerðir og ábyrgdina av teimum. Innan sethúsa marknaðin vita vit, at útboðið í løtuni er lægri enn eftirspurningurin. Hetta hevur við sær, at kostnaðurin fyri sethús er sera høgur, og eigur kommunan at betra umstøður teirra ungu, sum standa fyri at ogna sær egið heim. Ein gongd leið kundi verið at útvega bíligari eldraíbúðir til tann, sum ikki longur sær seg føran fyri at halda sítt stóra sethús við líka, og soleiðis lætta trýstið eftir sethúsum. Ásannandi at tað verða fleiri eldri og gomul í kommununi, (hetta er jú tekin um trivnað) økist tørvurin eftir umlætting og umsorgan fyri tey eldru, sum ikki longur hava sín førleika. Tórshavnar Kommuna hevur tí tørv fyri fleiri tilboðum til tílíkar borgarar, her er útbyggjan av umlættingarheims skipanini ein møguleiki. Tað eru fleiri vegir í kommununi, sum eru sera belastaðir t.d. um morgunin, tá fólk skulu til arbeiðis, eisini tí at mong koma úr øðrum bygdum til kommununa til arbeiðis, og má ein loysn finnast upp á hesa støðuna. T.d. er tað sera vandamikið niðri við St. Frans skúla og Kommunuskúlan um morgunin; tað er sera trupult og vandamikið at sleppa frá Tróndargøtu inn í Niels Winthersgøtu um morgunin, og tá arbeiðsdagurin er liðugur. Eisini kann nevnast vegastrekkið Sundsvegur/Norðari Ringvegur; strekkið: Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur. Landavegur/ Frælsið; Grønlandsvegur/ J. Paturssonargøta fyri at nevna nøkur - og mong onnur øki afturat. Undirritaðið hevur játtað seg sum valevni fyri Sjálvsstýrisflokkin fyri, um borgararnir finna meg trúverdan, at vera við til at ávirka gongdina í Tórshavnar býráð saman við hinum valevnunum í flokkinum, soleiðis at Tórshavnar Kommuna kann vera ein góð, trygg, barnavinarlig og ellisvinarlig kommuna at búgva í. Eisini vil eg nýta høvi til at ynskja Kollafjørð vælkomna upp í Tórshavnar kommunu, við ynski um gott samstarv. Gott Sjálvstýrisval. Set krossin við lista D, tín trygd fyri Dygd. Vit senda børn og ung av landinum tí vit ikki hava nakað at bjóða teimum her heima Sum limur í barnaverndarnevndini í Tórshavnar kommunu, havi eg fleiri ferðir av neyð verið við til at senda børn og ung av landinum. Hildur Eyðunsdóttir Valevni hjá Tjóðveldisflokkinum Hetta eru børn sum vegna ymiskar trupulleikar hava gott av at koma heimanífrá, skifta umhvørvi og hava brúk fyri skúlagongd sum er málrættað til teirra tørv, har lærararnir og onnur starvsfólk eisini hava til uppgávu at vera um og hava umsorgan fyri næmingunum. Tað eru ikki bert børn og ung úr Tórshavnar kommunu sum verða send av landinum, men úr øllum Føroyum. Eg haldi ikki at tað sømir seg fyri land okkara at vit ikki sjálvi taka okkum av hesum børnum. Ofta er tað talan um børn ella ung sum eru umsorgarsvikin ella vegna aðrar umstøður eru illa fyri og hava tí ikki bestu barlastina við sær í viðførinum tá ið tey fara til Danmarkar sum fyri tey er eitt fremmant land við aðrari mentan, máli og normun. Tað hendir eisini javnan at tey koma heim aftur áðrenn skeiði er hálvrunnið tí at tey ikki trívast. Kunnu vit yvirhøvur loyva okkum moralskt at senda trupulleikarnir av landinum og høvdu teir ikki verið best loystir her heima. Tað eru vit sum arbeiða í nærumhvørvinum hjá børnunu, sosialráðgevarar, barnaverndir, skúlar og onnur sum síggja trupulleikan best. Hóast eftirskúlar er ein landsuppgáva so eru tað kommunurnar sum hava trupulleikarnar inni at sær, og eg haldi at kommunalpolitikkarnir, barnaverndir, komandi skúlastýrini o.o. eiga at samstarva tvørtur um kommunumark og mæla landsmyndugleikunum til bestu loysnirnar. Í dag gjalda vit tað tað kostar at senda børnini av landinum, hví ikki heldur brúka peningin til eina føroyska loysn. Virkismøguleikar og trivnaður í Havn Grundin fyri at eg havi latið meg stilla upp til býráðsvalið í Havn er, at eg vil vera við til at gera trivnaðin og vinnumøguleikarnar her í býnum enn betur enn teir eru í dag. Fyri at røkka hesum máli, vil eg leggja dent á hesi trí økini: Høgni Djurhuus Valevni Sambandsfloksins til Býráðsvalið 2000 1. Umstøðurnar hjá vinnuvirkjum skulu betrast. 2. Vit skulu hava góðar skúlaumstøður og góðan skúla. 3. Ferðslan í býnum skal skipast ørvísi. Vinnuvirkir Virksemi og arbeiðspláss eru ein fyritreyt fyri at fólk skulu støðast. Tí er neyðugt at betra um umstøðurnar hjá vinnuvirkjum, so at fleiri virki innan framleiðsluøkið koma til Havnar. Skúlin Góðar skúlaumstøður eru neyðugar, fyri at tey ungu skulu fáa góðan lærdóm. Henda lærdóm og kunnleika bera tey aftur til samfelagið, tá tey seinni í lívinum, við góðari útbúgving fara til verka. Ferðslan Ferðslan í býnum eigur at ganga smidligari og lættari, enn hon ger í dag. Tær longu bíðirøðirnar um morgnarnar og seinnapartarnar eiga at gerast stytri, og eisini skulu tey sum eru til gongu ella á súklu hava minni ampa av bilunum. Meiri um hesi mál í komandi greinum. Traðamaðurin má ikki fara í søguna Uttan fyri býráðshúsini í miðbýnum í Havn stendur vakra standmyndin av traðamanninum, ið m.a. hevur verið at sæð kring allan heim í sjónvarpi gjøgnum sendingarnar frá kappingini >>Atlantic Giant<<. Heðin Mortensen býráðslimur sambandsvalevni til Tórshavnar býráð Samstundis sum vit fegnast um hetta, eiga vit at ansa eftir, at traðamaðurin ikki fer í søguna, men eins væl kann vera ímyndin av monnum í høvuðsstaðnum, nú vit eru á veg inn í 21. øld. Traðirnar eru millum ár og dag komnar mongum manni væl við, ið vildi stytta sær stundir og takast við aldargamalt ítriv, samstundis sum tær eru við til at halda lív í mongum gomlum siðum og siðvenjum, føroyingurin altíð hevur sett eina æru í. Tá vit so vita, at bíðirøðirnar eftir at fáa traðir eru langar, eigur Tórshavnar kommuna at taka neyðug stig, so eisini hesar bíðirøðirnar kunnu styttast. Kommunan eigur nógva jørð, ið er vælegnað og uppløgd at verða løgd inn til traðir, so gleði kann fáast av hesi jørð, samstundis sum hon sleppur at geva nakað av sær. Verður hetta gjørt, kunnu tilfeingi sum epli, rótakál, kjøt, fuglur og annað koma mongum húskjum í høvuðsstaðnum til góðar og vera til stóra gleði. Og í mongum førum ber til hjá fleiri at vera saman um traðirnar, so eitt nú beiggjar ella feðgar kunnu vera um eina trøð, samstundis sum bíðirøðin tá minkar uppaftur skjótari. Eg vil arbeiða fyri, at kommunala jørðin á henda hátt kann koma so mongum sum gjørligt til góðar, samstundis sum jørðin tá fær sítt sanna virði og lívgar gamlar siðir og kemur at verða mongum húskjum til stórt gagn. Málið um málið Eitt aftursvar til nakað av tí, sum Hjørdis Heindriksdóttir hevur spurt meg um og til onnur, sum hava roynt at lagt mær onnur motivir til í samband við sáttmálan um økismál og minnilutamál Jóannes Eidesgaard fólkatingslimur og løgtingsmaður Forsøgan Sáttmálin um økismál og minnilutamál varð samtyktur 25. juni 1992 í ráðharranevndini hjá Europa Ráðnum og kom í gildi 1. mars 1998. Sáttmálin hevur til endamáls at verja og fremja økismál og minnilutamál í Europa. Í februar 1998 sendir ríkisumboðsmaðurin sáttmálan til heimastýrið til ummælis. Heimastýrið vil siga landsstýrið og løgting, men tað er landsstýrið, sum avgreiðir mál vegna heimastýrið. Men tíverri hendir tað, at táverandi løgmaður Edmund Joensen av sínum eintingum vegna heimastýrið svarar í mars 1998, at heimastýrið hevur ongar viðmerkingar til, at sáttmálin verður settur í gildi. Jóannes Eidesgaard var tá løgtingsmaður og tí óvitandi um tað, sum fór fram. Í uttanríkisráðnum ger man nú nakrar málsligar tillagingar í umsetingini av sáttmálanum, og tískil sendir man í sept. 1999 sáttmálan fyri aðru ferð til heimastýrið. Ríkisumboðið spyr vegna uttanríkisráðið landsstýrið, um heimastýrið hevur nakrar viðmerkingar til nýggju útgávuna, og um heimastýrið annars hevur aðrar viðmerkingar til, at sáttmálin verður ratifeseraður ella góðkendur. Hesu ferð svarar heimastýrið gjøgnum ein embætismann í landsstýrinum við brævi dagfest 29. okt. 1999, at heimastýrið ongar viðmerkingar hevur. Avdúkingin Tá føroysku fjølmiðalarnir seinni boða frá, at sáttmálin nú verður framlagdur í Fólkatinginum, tá sigur landsstýrið, at her má talan verða um eina reina provokatión frá danskari síðu. Í einum munnligum fyrispurningi á tingi spyrji eg Høgna Hoydal, hvat landsstýrið hevur svarað í brævinum frá 29. okt. 1999. Hann fær ikki svarað, tí hann sigur seg ikki vita, hvat landsstýrið hevur svarað. Eg kendi svarið, og tá vakna menn til >>dåd<<. Út frá hesum gongur týðiliga fram, at danskir myndugleikar í góðari trúgv hava tikið tað fyri givið, at hesin sáttmálin ikki fór at geva nakrar trupulleikar, tí landsstýrið í tveimum umførum vegna heimastýrið hevur svarað, at heimastýrið ongar sum helst viðmerkingar hevði. Føroya Løgting er ongantíð spurt um henda sáttmála. Her skal eg eisini gera vart við, at sáttmálin heldur ikki av sitandi landsstýrið er lagdur fyri tingið, men bert fyri uttanlandsnevndina. Málsgongdin í Fólkatinginum er annars henda: sáttmálin framlagdur 24. nov. 1999 1. viðgerð 8. des. 1999 álit 23. mei 2000 2. og seinasta viðgerð 26. mei 2000 Við brævi dagfestum 26. nov. 1999 boðar landsstýrið nú frá, at man hevur viðgjørt málið av nýggjum og kann ikki taka undir við, at sáttmálin umfatar Føroyar. Hetta er tveir dagar eftir, at sáttmálin er framlagdur. 1. viðgerð í Fókatinginum Beint áðrenn fyrsta viðgerð byrjaði høvdu Óli Breckmann og eg ein fund við Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharra, har hesin segði seg vera sinnaðan at taka upp samráðingar við landsstýrið um spurningin og skjeyt upp møguleikan at gera eina yvirlýsing um støðuna hjá føroyskum máli. Men hann legði tó dent á, at hann mátti halda seg til tað, sum Heimastýrislógn í grein 11 sigur um føroyskt sum okkara høvuðsmál. Her er røðan, sum eg helt undir viðgerðini: Viðgerðin í uttanlandsnevndini Málið varð viðgjørt í uttanlandsnevndini 2. mei 2000. Løgmaður boðar frá, at uttanríkisráðharrin er sinnaður til at gera eina yvirlýsing um rættarstøðuna hjá føroyska málinum samsvarandi heimastýrislógini, ið verður latin aðalskrivara Europa Ráðsins sum partur av danska staðfestingarskjalinum. Løgmaður sigur víðari, at hann er sinnaður at góðkenna mannagongdina, um yvirlýsingin er altjóðarættarliga bindandi og staðfestir, at føroyskt er tjóðarmál og almenna mál Føroya. Um uttanríkisráðharrin ikki skuldi tikið undir við hesum, fer landsstýrið at halda fast um avgerð sína frá 26. nov. 1999, har boðað verður frá, at landsstýrið ikki tekur undir við, at sáttmálin verur settur í gildi fyri Føroyar. Nevndin býtur seg í ein meiriluta og tveir minnilutar. Meirlutin (Jógvan við Keldu, Jóannes Eidesgaard, Jákup Sverri Kass og Jenis av Rana) tekur undir við ætlanum løgmans. Ein minniluti (Edmund Joensen og Heðin Mortensen) tekur undir við uppskotinum frá uttanríkisráðharranum, meðan seinasti minnilutin (Hergeir Nielsen) mælir landsstýrinum til art halda fast um avgerðina frá 26. nov. 1999. 2. og endaliga viðgerðin í Fólkatinginum 2. og endaliga viðgerðin fer fram 26. mei 2000. Sáttmálin verður samtyktur við 111 atkvøðum fyri, ongari ímóti, ongin hvørki fyri ella ímóti, og 68 vóru ikki á fundi, harímillum undirritaði og Óli Breckmann. Um vit atkvøddu ímóti, so hevði tað einki broytt úrslitið. Onkur hevur viljað verið við, at eg skuldi havt felt stjórnina við einum misáliti orsakað av hesum máli. Men fyri tað fyrsta so er tað ikki vanliga parlamentariska mannagongdin, fyri tað næsta, so hevði eingin tikið teg fyri fult við einum misáliti í hesum máli, tí semjan í tinginum var einmælt og fyri tað triðja, so hevur føroyska handfaringin av hesum máli verið út av lagi vánalig. Tvær ferðir hevur landsstýrið boðað frá, at alt er í lagi og ongar viðmerkingar eru. Úrslitið Úrslitið av øllum verður sum kunnugt, at henda yvirlýsingin verður skrivað. Í henni stendur rættarstøðan hjá føroyskum sambært galdandi heimastýrislóg. Men harumframt stendur: V.ø.o. verður fullveldissáttmáli samtyktur, so verður yvirlýsingin broytt samsvarandi. Ella um heimastýrislógin í grein 11 fær nýggja orðing, so verður yvirlýsingin broytt. So nakað er nú litið okkum upp í hendi at fáa avgreitt. Hinvegin er tað øllum greitt, um vit vilja vera við tað ella ei, at ein uttanríkisráðharri, eins væl og vit øll onnur, noyðist at halda seg til galdandi lóg og rætt. Heimastýrislógin er ein veruleiki, og so leingi hon er tað, so noyðast vit at forhalda okkum til hennara. Tað er tó ongin loyna, at eisini javnaðarfólk vilja hava hann útskifta sum skjótast, men enn er tað ikki vorðið veruleiki. Annars stendur tað eisini sitandi samgongu frítt at leggja fram uppskot um at broyta heimastýrislógina og kanska serliga grein 11, sum snýr seg um málið, nú alt røkist fyri, at heimastýrislógin verður okkara veruleiki eina langa tíð afturat. Eftir stendur tó framvegis, at Føroya Løgting ongantíð er spurt eftir sinari meining um sáttmálan. Hetta er veruliga søgan í hesum máli um málið. Hava fólk hug at gera ávísar politikkarar til syndabukkar, so er tað í lagi, men roynið so at gera tað út frá onkrum sakligum grundarlagi. Eyðun Klakstein - jakup@sosialurin.fo Ov nógv chips og cola Ungu hondbóltsspælararnir skulu hugsa meira um, hvat teir eta, tí í løtuni snýr tað seg alt ov nógv um cola og chips. Hetta heldur nýggi ungdómsráðgevin hjá hondbóltsfelagnum Stjørnuni, sum nú leggur á annan bógv við ungdómsarbeiðinum Hondbóltur Klaksvíkingar skulu hava fleiri og betri hondbóltsspælarar, og úrslitini í øllum deildum skulu betrast við tíðini. Tað er endamálið við nýggja ungdómspolitikkinum hjá Stjørnuni. Ungdómsvenjingin hjá Stjørnuni hevur verið merkt av tilvildarligum loysnum, men nú skal tað vera øðrvísi. Vit hava lagt eina miðvísa ætlan fyri venjingina í teimum yngru deildunum, og endamálið er at fáa góðar spælarar, sum kunnu skaffa felagnum betri úrslit í øllum deildum. So greitt málber nýggi ungdómsráðgevin hjá Stjørnuni seg. Hann hevur eina fortíð í Neistanum, hevur gloymt fótbóltshjartað eftir í B36, hóast hann býr í Klaksvík, og hann venur eisini meistaraliðið í kvinnudeildini. 26 ára gamli Rógvi Nielsen hevur seinastu vikurnar arbeitt miðvíst við at skipa venjingarnar hjá Stjørnuni av nýggjum og syrgja fyri, at tað verður løgd ein slagplan um, hvussu felagið skal venja spælararnar í teimum ymsu aldursbólkunum. Stjørnan hevur einki manslið havt í bestu deildini í fleiri ár, tað er langt ímillum meistaraheitini hjá yngru liðunum, og kvinnuliðið kann koma at mangla spælarar um eitt ella tvey ár. Tí er neyðugt við einum miðvísum ungdómsarbeiði í felagnum, sigur Rógvi Nielsen. Venjarar vóru sleptir upp á fjall Stjørnan ásannaði fyrr í ár, at tað var neyðugt at gera meira við ungdómsarbeiðið fyri at halda felagnum uppi og at menna tað. Samstundis ynskti felagið at ríða á bylgjuni, eftir at Stjørnan hevði vunnið sítt fyrsta meistaraheitið í kvinnudeildini í næstan eitt mannaminni. Rógvi Nielsen fekk til uppgávu at skipa ungdómsarbeiðið í felagnum, og tað hevur hann síðani arbeitt við. Vit hava gjørt eina venjarahondbók, har vit gera greitt, hvat spælararnir skulu læra í teimum ymsu aldursbólkunum. Venjararnir skulu vita, hvat tað er, sum Stjørnan leggur dent á, og málið við hesi skipanini er at tryggja, at vit fáa betri spælarar bæði í ungdómsdeildunum og seinni hjá teimum vaksnu, sigur Rógvi Nielsen. Stjørnan hevur havt tann trupulleikan í nógv ár, at tá venjarar eru funnir til tey ymsu liðini, eru teir sleptir fullkomiliga upp á fjall og hava ikki vita síni livandi ráð, hvat teir skulu gera viðvíkjandi venjingini. Hetta hevur gjørt tað trupult hjá felagnum at finna venjarar, og tað hevur eisini verið til at sæð aftur í spælinum hjá teimum ymsu liðunum. Ungdómsráðgevin og venjarahondbókin skulu tryggja, at hetta ikki verður støðan framyvir. Nevndin í Stjørnuni hevur tikið undir við, at vit skulu arbeiða eftir einum føstum leisti í framtíðini, og venjararnir vita eisini, hvat teir skulu leggja dent á í sínum venjingum. Harafturat verða teir ikki sleptir upp á land, tí mín uppgáva sum ungdómsráðgevi er at verða nógv til staðar í høllini og at stuðla venjarunum, greiðir Rógvi Nielsen frá. Gjørdi nógv við tað í Danmark Rógvi Nielsen byrjaði sína venjarakarrieru sum 13 ára gamal í Neistanum. Har slapp hann at royna seg og fekk so líðandi meira ábyrgd av venjingunum. Seinni royndi hann seg eisini í Klaksvík, har hann fann sær unnustu, og tá hann í 1995 fór til Danmarkar at lesa, kom rættiligur álvari í venjaraarbeiði. Eg fekk ábyrgdina av einum liði, sum spældi í bestu dreingjadeildini, og tað setti stór krøv til mín. Eg tók øll grundskeiðini, og ungdómsráðgevin í felagnum sendi meg eisini til alskyns skeið og fyrilestrar um hondbólt, greiðir Rógvi frá. Samstundis sum hann var venjari, tók hann seinni eisini elituvenjaraskeið innan danska hondbóltssambandið. Munurin millum ungar spælarar í Danmark og Føroyum er, at í Danmark seta spælararnir hørð krøv til venjaran. Um teir eru misnøgdir við okkurt, so fært tú tað eisini at vita. Eisini frá felagnum verða krøv sett venjarunum, sum venja liðini, og um tú ikki gert eitt nóg gott arbeiði, ja, so fært tú fótin. Rógvi Nielsen kom heim aftur í fjør, og síðani hevur hann verið venjari í Stjørnuni. Undirtøkan næstan ov stór Nýggi politikkurin, sum longu sæst aftur í venjingunum hjá Stjørnuni, hevur havt við sær vaksandi áhuga fyri hondbóltinum millum ungar dreingir og gentur. Tá børn og foreldur vita, at tað er skil í felagnum, er tað lættari at fáa børnini at spæla hondbólt. Nú vit rættiliga eru komin í gongd við hondbóltinum í vetur, mugu vit ásanna, at vit hava meldað ov fá lið til kappingina. Harafturat er áhugin fyri venjingunum hjá teimum yngstu so stórur, at vit kenna okkum noyddar at siga nei til at loyva fleiri uppí, sigur Rógvi Nielsen. Nakrar tímar fyri, at vit prátaðu við hann týsdagin, hevði hann havt 46 gentur undir 10 ár til venjing, og undirtøkan er vorðin tann sama hjá dreingjunum í sama aldursbólki. Men líka so skjótt, sum tað er at fáa fleiri spælarar í felagið, líka so skjótt er tað at missa teir aftur, um óskil kemur á. Tí mugu vit leggja okkum eftir at hava góðar venjingar og at betra støðugt um umstøðurnar í felagnum. Hóast stóra undirtøka millum tey yngstu, so veit ungdómsráðgevin væl, hvar stóri trupulleikin er. Síðani 1994 hevur hondbóltskarrieran hjá einum Klaksvíksdreingi verið liðug, tá hann er vorðin 14 ára gamal, sigur Rógvi og sipar til, at Stjørnan seinastu seks árini ikki hevur havt lið við dreingjum 16 ár ella unglingum. Vit kenna eisini trupulleikan hjá gentunum. Tá gentur og dreingir blíva tannáringar, er tað so nógv annað, sum verður meira áhugavert. Men okkara stóra uppgáva verður nú at halda fast um hesar spælararnar í felagnum, samstundis sum vit skulu menna teir til góðar spælarar. Ein partur av okkara ungdómspolitikki er eisini, at tá spælararnir eru vorðnir 12 ára gamlir, satsa vit upp á teir bestu. Vit hava sjálvandi pláss fyri øllum spælarunum í felagnum, men eftir 12 ára aldurin skulu vit leggja okkum eftir serliga at menna teir góðu spælararnar, sigur Rógvi. Ungu spælararnir skulu eggjast Stjørnan hevur havt gott kvinnulið í fleiri ár. Seinasta kappingarár vunnu kvinnurnar FM-heitið, og tær eru aftur við í toppinum í ár. Men ungdómsráðgevin, sum eisini er venjari hjá kvinnunum, sær ein vanda fyri framman. Vit mangla ungar kvinnuligar spælarar, sum kunnu koma á liðið næstu árini. Tað mangla spælarar frá 16 árum og nakað upp eftir. Tí er vandi fyri, at kvinnuliðið kemur at mangla spælarar longu um eitt ella tvey ár, sigur Rógvi Nielsen. Ætlanin við einum meira miðvísum ungdómspolitikki er eisini, at felagið skal sleppa undan slíkum holum aftur. Tilgongdin til besta kvinnuliðið í felagnum skal verða meira støðug. Tá tað snýr seg um manshondbóltin í Klaksvík, er ikki nógv at rópa hurrá fyri, hóast 2. deildarliðið hjá felagnum hevði ein góðan dag seinasta vikuskiftið, tá teir vundu burtur úr teimum næstbestu vestmenningunum. Stjørnan hevur ikki havt lið í bestu mansdeildini í fleiri ár, og eitt skifti var vandi fyri, at manshondbólturin fullkomiliga skuldi hvørva úr felagnum. Men Rógvi Nielsen heldur, at møguleiki er fyri, at klaksvíkingar aftur fáa eitt 1. deildarlið í hondbólti. Skal tað eydnast, so ræður tað um, at vit fáa teir nógv góðu ungu dreingjaspælararnar at støðast í felagnum. Vit mugu eggja teimum til at halda fram, geva teimum avbjóðingar og hug at halda fram, eftir at teir eru vorðnir 15 ella 16 ára gamlir. Seinastu árini hava nógvir góðir dreingjaspælarar verið í felagnum, men teir eru slopnir at gevast, og teirri gongdini mugu vit venda. Um tað eydnast, ja, so er eisini møguleiki fyri, at Stjørnan aftur kann fáa eitt lið í bestu mansdeildini, heldur Rógvi Nielsen. Ov tungir spælarar Í sínum arbeiði sum ungdómsráðgevi hevur Rógvi Nielsen eisini roynt at sett ljóskastaran á matvanarnar hjá børnunum. Ungdómurin hevur alt ov ósunnar matvanar - tað er ikki bara í Klaksvík, men helst allastaðni í Føroyum. Ungu hondbóltsspælararnir skulu hugsa meira um, hvat teir eta, tí í løtuni snýr tað seg alt ov nógv um cola og chips. Tað síggja vit millum annað, tá vit eru og ferðast við ungu liðunum, sigur Rógvi Nielsen. Hetta sæst eisini aftur í, at ov nógvir spælarar eru ov tungir. Teir ungu spælararnir viga ov nógv, og kanska er trupulleikin serliga stórur hjá gentunum. Ein av avleiðingunum av hesum er, at ungdómsvenjarin hevur sett spælarunum forboð fyri at drekka sodavatn í sambandi við venjingarnar. Spælararnir sleppa at drekka vatn og einki annað. At byrja við gramdu tey seg um hetta, men nú klára tey seg øll við at drekka vatn, tá tey eru til venjing. Rógvi hevur eisini greitt ungu spælarunum frá, at teir mugu hugsa meira um, hvat tað er, sum teir eta, tí tað ræður um at eta sunnan mat. Eg havi greitt gentunum varisliga frá tí, meðan dreingirnir hava fingið tað hart og kontant at vita. Men hóast eg royni at greiða teimum frá hesum, so mugu tey sjálvi royna at eta sunnan mat, og foreldrini mugu eisini hjálpa til, heldur Rógvi. Sum ungdómsráðgevi hjá Stjørnuni er tað er nóg mikið at tríva í, men málið er púra greitt. Stjørnan skal hava fleiri og betri spælarar, og tað skal síggjast aftur á úrslitunum hjá felagnum. Vit fáa ikki úrslit beinanvegin, tí tað tekur langa tí at byggja slíkt upp, men við tíðini skal Stjørnan gerast eitt sterkari felag, sum kann bjóða av í øllum deildum, sigur Rógvi Nielsen. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Nýtt graslíki á veg til Klaksvíkar Í fyrstu atløgu er talan bert um nakrar fáar fermetrar, sum skulu roynast í vetur, men er úrslitið nøktandi, verður talan kanska um ein spildurnýggjan vøll til klaksvíkingar Graslíki Fyri rúmari tíð síðani skrivaðu vit, at Klaksvíkar Kommuna var farið í samráðingar við týska felagið, sum hevði latið nýggja graslíkisvøllin í Klaksvík. Hetti hendi, tá tað vísti seg, at vøllurin í Klaksvík ikki er førur fyri at taka ímóti stóru vatnmongdunum, sum eru, tá glopraregn herjar klettar okkara. Loysn í eygsjón Av heimasíðuni hjá KÍ frættist nú, at ein loysn er í eygsjón hesum viðvíkjandi. Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, sigur við Sosialin, at enn er so ikki komið á mál hesum viðvíkjandi, men at tær tó eru komnir nakað ávegis. Partarnir hava verið í samráðingum í longri tíð, og fyri fyrst eru partarnir so komnir til hvør sína niðurstøðu fíggjarliga. Enn eru vit tó ikki heilt nøgdir við teirra støðu í málinum, men teir hava tó flutt seg nógv í spurninginum higartil, sigur Jógvan við Keldur. Víðari sigur hann, at umboð hjá Klaksvíkar Býráð hava verið í München og Frankfurt, har tey hava hugt eftir møguligum nýggjum vallum. Her er nakað nýtt komið fram, tí tað vísir seg, at týskarar nú eisini eru byrjaðir við eini nýggjari konstruktión, har gummikúlur verða lagdar omaná sandin, ístaðin fyri at eitt skúmlag verður lagt undir sandin. Gummikúlurnar hava sama eginleika sum skúmlagið soleiðis at vøllurin gerst bleytari, men harumframt eru fleiri aðrir fyrimunir. Ein av hesum er, at vøllurin betri er førur fyri at taka ímóti nógvum vatni, tí kúlurnar í størri mun lata hetta seyra ígjøgnum vøllin. Harumframt letur eisini til, at mótstøðan av kúlunum er minni, enn hon er av vanliga sandinum, og tí gerst vandin fyri teimum skaðum, sum ofta sermerkja graslíkisvallir, minni. Hetta eru aloftast skaðar, sum íkoma, tí leikarar at kalla standa fastir á vøllinum. Fyri fyrst hava vit so gjørt av, at vit í vetur fáa nakrar fermetrar av hesum slagnum av graslíki heim, soleiðis at vit kunnu síggja, hvussu veður og vindur her hjá okkum fara við vøllinum. Alt eftir úrslitunum av hesum royndum, fara vit so at gera av, hvussu farast skal víðari í málinum. Skúmið ov kompakt Trupulleikin við gamla vøllinum, sum tó ikki er eldri enn tvey ár, er, at sonevnda skúmlagið, sum liggur undir vøllinum, er ov kompakt. Hetta hevur viðført, at vatnið ikki hevur seyrað ígjøgnum í nóg stóran mun, og tí íkoma stórir hyljar, tá nógv regn er. Besta dømi um hetta mundi vera seinasti dysturin í fótbóltskappingini í fjør millum KÍ og ÍF. Hevði tað ikki verið týdningin av dystinum (KÍ vann FM og ÍF flutti niður), mundi tað verið ivasamt, um dysturin yvirhøvur skuldi leikast, somikið nógv vatn var á vøllinum. Sum sagt, so verður talan í fyrstu atløgu um eina royndartíð, tí í Klaksvík eru tey ikki serliga áhugað í at fremja enn eitt mistak hesum viðvíkandi. Ikki tí, vit fingu góða hjálp frá serkunnleikanum, tá núverandi vøllurin varð lagdur á, men tað fara altíð at verða mistøk, sum man ikki fær vart seg fyri, sigur Jógvan við Keldu. Hvussu stórur kostnaðurin av einum nýggjum vølli verður, vil borgarstjórin einki siga um, tí sum sagt, so vilja teir hava týska veitaran at førka seg nakað afturat. Jógvan við Keldu leggur tó dent á, at talan so langt ífrá verður um eina íløgu, sum svarar til ein nýggjan vøll. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Herfølge vann seinna dystin Eftir 5-0 tapið á útivølli fyri AEK Athen hjálpti tað lítið, at føroyski landsliðsmálverjin vardi fyri einum brotssparki týskvøldið UEFA-Cup Sum væntað, so eydnaðist ikki Herfølge at vinna 5-0 leiðsluna, sum grikkar høvdu við sær á ferðini, aftur. Hinvegin, so kundu Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir endiliga aftur fegnast um ein sigur, eftir eitt higartil sera soltið kappingarár. Herfølge legði annars sera bragdliga fyri, og áðrenn fyrsti minutturin var lagdur aftur um bak, hevði XXX sett bóltin í griksku meskarnar. AEK kom tó heilt skjótt inn í dystin, teir fingu takið á miðvøllinum, og tá teir so eftir hálvan tíma javnaðu leiðsluna, mundi seinasta vónin hjá Herfølge fara. Hetta hendi, tá Milen Petkov varð spældur púra leysur framman fyri málinum hjá Jákupi. Faxe nøgdur Bert tveir minuttir inn í seinna hálvleik fekk Chris Hermansen eitt ivasamt brotsspark, sum hann sjálvur setti í netið, og hetta vísti seg eisini at verða avgerandi málið. AEK fekk eisini tillutað eitt ivasamt brotsspark frá dómaranum, men Jákup Mikkelsen, sum brotsspåarkið varð dømt ímóti, vardi, tá hann legði seg á vinstru liðina. Bjargingin hjá Jákupi, sum ikki var tann einasta í dystinum, var sostatt ein av høvuðsorsøkunum aftan fyri sigurin, sum Herfølge-venjarin tóktist sera væl nøgdur um. Vegna spælararnar eri eg sera fegin um sigurin. Síðani meistaraheitið hevur talan nærum bert verið um vónbrot hjá okkum, men vónandi kann hetta verða við til at venda skeivu gongdini, segði Faxe eftir dystin. Komandi sunnudag skal Herfølge royna seg í sera týdningarmiklum dysti. Teir skulu tá til Århus, har AGF rættiliga hevur fingið gongd á, og millum annað hevur yvirhálað Herfølge í botnstríðnum. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Tey hava strítt seg á føtur aftur Fyri 10 árum síðani gjørdi fólk gjøldur burtur úr teimum, tá tey seldu jólatrø á gøtuni í Havn. Nú hava tey strítt seg á føtur aftur, og í morgin lata Idé Møblar upp í nýggjum og stórum handilsbygningi á Hálsi í Havn Hvussu kann tað bera til? Tað tykist verða ein vanligur spurningur, tá fólk frætta tíðindini um, at í morgin lata Idé Møblar upp í nýbygdum og stásiligum handilsbygningi á Hálsi í Havn. Í 1990 fóru Idé Møblar á húsagang við stórum braki, bara tvey ár eftir at fyritøkan flutti inn í risastór handilshøli, sum vóru bygd fyri 40 milliónir krónur. Fólkini aftan fyri Idé Møblar - nú sum tá - eru hjúnini Birgir og Elsebeth Andreasen. Teirra fyritøka fór á heysin fyri 10 árum síðani, men eins og fuglurin Føniks reis úr øskuni, hava tey klára at fóta sær aftur, og nú bjóða tey viðskiftafólkum sínum inn í nýggjan bygning upp á góðar 4000 fermetrar, har alskyns innbúgv fæst til keyps. Birgir minnist enn, hvussu fólk gjørdu gjøldur burtur úr honum, eftir at Idé Møblar fóru á húsagang í oktober mánaði í 1990, men hann gavst ikki á hondum. Síðani hevur hann stillisliga arbeitt seg upp aftur, og tá hann leygarmorgunin kann lata hurðarnar upp á víðan vegg í nýggju handilshølunum, er tað samstundis ein stórsigur hjá familjuni og fyritøkuni. Fekk ókeypis kovboybuskir Søgan um møblasøluhjúnini Birgir og Elsebeth Andreasen byrjar fyri 22 árum síðani. Tá fekk Elsebeth hugskotið til at fara undir at selja møblar. Birgir hevði tá matvøruhandil, sum hann síðani gavst við. Síðani byrjanina hava tey samstarvað við Idé Møblar í Danmark, og tað gera tey framvegis. Í 1979 leigaðu tey seg inn í høli í Havnini, og næstu árini gekk tað støðugt fram á hjá fyritøkuni. Í 1983 bygdu Idé Møblar síni egnu høli á Hálsi, men eisini teir 2200 fermetrarnir gjørdust eftir nøkur ár ov fáir. Í 1988 varð nógv gjørt burtur úr, tá nýggi risastóri handilsbygningurin upp á fleiri enn 7000 fermetrar stóð klárur at hýsa Idé Møblum. Bygningurin var ein av teimum heilt stóru handilsbygningunum í landinum, og fyrstu tíðina gekk væl. Men so fór kreppan at gera um seg, og eftir stuttari tíð mistu vit okkurt um helmingin av umsetninginum. Tað tók beinini undan fyritøkuni, og í 1990 fóru vit á húsagang, greiðir Birgir frá. Tað var ómetaliga svárt, tí vit mistu alt, sum vit høvdu stríðst fyri øll árini. Eg kann samanlíkna tað við sorgina, tá tú missir ein, sum stendur tær nær, sigur Elsebeth. Stóra skrædlið hevði við sær, at nógvar fyritøkur mistu pengar, tá Idé Møblar fóru á heysin. Í eini konkursstøðu eru tað altíð nógv, sum missa pengar, men soleiðis var støðan í Føroyum tá. Vit vóru kanska tey fyrstu, sum fóru á húsagang, men næstu árini gjørdist tað púra vanligt, at fyritøkur fóru á heysin, tí kreppan gjørdist so svár. Tað, sum vit hava gjørt, síðani vit komu í gongd aftur, hevur verið, at vit hava roynt at keypt frá somu fyritøkum, sum mistu pengar upp á okkum tá í 1990, sigur Birgir. Fólk flentu Tað var stórt umskifti hjá hjúnunum at fara av aldukambinum og niður í aldudalin eftir stuttari tíð. Eg minnist, at eg stutt eftir húsagangin fór inn til Hans Joensen at keypa mær eina kovboybuksir, tí eg átti ongar slíkar. Eg minnist, at eg fann einar, sum kostaðu 148 krónur, men tá eg skuldi gjalda fyri tær, vildi Hans ikki taka pengar fyri tær, men gav mær tær ókeypis, greiðir Birgir frá. Keypið av kovboybuksunum sigur søguna um stjóran, sum má í arbeiðsklæðini fyri at fáa alt at hanga saman. Eftir at vit høvdu mist fyritøkuna, hugsaðu vit um, hvat vit skuldu finna upp á. Eg hevði ongan hug at uppgeva tankan um at verða sjálvstøðugur og fáa mær eitt arbeiði. Eg haldi ikki, at eg eri egnaður til tað. So vit byrjaðu við at fara at selja jólatrø á jólum í 1990, sigur Birgir. Tað var ikki minst, tá familjan stóð á gøtuni og seldi jólatrø, at tað gekk upp fyri teimum, at støðan var nógv broytt, síðani tey tvey ár framman undan fluttu inn í stóru handilshølini á Hálsi. Tað var ræðuliga hart at byrja aftur av nýggjum. Nógv fólk høvdu hug at gera gjøldur burtur úr okkum, tí vit vóru farin at selja jólatrø, og tað vóru tey, sum veruliga flentu at mær, minnist Birgir. Men sølan av okkurt um 1000 jólatrøum kom væl við, og tað vóru eisini nógv, sum høvdu samkenslu við familjuni. Eldra dóttir okkara stóð og seldi jólatrø, tá ein gomul kona, sum hevði keypt sær eitt træ, spurdi um sølan var fyri okkurt vælgerandi endamál. Dóttirin svaraði, at tað var fyri Birgir Andreasen, og tá svaraði konan, at so skuldi hon hava eitt jólatræ afturat, tí tað var sanniliga til eitt gott endamál, fortelir Birgir. At summi fólk høvdu hug at gera gjøldur burtur úr familjuni og flenna eftir teimum, heldur Birgir kann hava verið viðvirkandi til, at hann vildi stríða seg aftur á føtur sum handilsmaður. Mostirin kautioneraði Longu hálvt ár eftir húsgangin fóru Birgir og Elsebeth aftur í holt við at selja møblar. Vit hildu, at tað var tað, sum vit dugdu best. Birgir hugsaði onkuntíð um, at vit skuldu skifta bransju, men vit vóru samd um, at vit kendu best til møblasølu, og tí høvdu vit hug til at fara í gongd aftur við tað, sigur Elsebeth. Tá Idé Møblar fóru á heysin í 1990 mistu Birgir og Elsebeth alt tað, tey áttu, og nógvar fyritøkur mistu eisini pengar. Men Idé Møblar í Danmark skundaðu undir okkum fyri at fara í gongd aftur, og tá mostir mín kautioneraði fyri einum láni til partapening í eini nýggjari fyritøku, fóru vit at hugsa um eina møblahandil. Fossbankin játtaði at fíggja okkum, og hesi bæði viðurskiftini gjørdu, at vit kundu koma í gongd aftur við at selja møblar, greiðir Birgir frá. Tey leigaðu seg inn í ein bygning hjá Johannes Berg á Hálsi, og frá fyrsta degi gekk væl við søluni. Vit stúrdu fyri, at fólk ikki fóru at koma at keypa frá okkum aftur, men tann óttin varð púra ógrundaður, tí fólk tóku væl undir við nýggja handlinum, sigur Birgir. Men hóast nýggja fyritøkan kom væl frá byrjan, var tað eitt rættiligt slag í andlitið, at Fossbankin mátti lata aftur á heystið 1992. Tá ridlaði fyritøkan aftur, tí vit høvdu mist okkara fíggingarstovn, men Føroya Sparikassi tók yvir, og tað gjørdi, at vit kundu halda fram við handlinum, sigur Birgir. Øðrvísi umstøður hesaferð Síðani 1991 hava Birgir og Elsebeth vunnið sær pengar av møblasøluni, og tey hava eisini gjørt onkrara skilagóðar íløgur, sum hava havt við sær, at nú nýggi bygningurin er bygdur, hava tey longu goldið helvtina av kostnaðinum. Í 1995 keyptu tey økið, har nýggi bygningurin stendur, og tað, sum tey goldu fyri økið, hava tey vunnið inn aftur við at leiga tað út til parkeringspláss hjá øðrum fyritøkum á Hálsi. Tey keyptu eisini fasta ogn, sum tey seinnu seldu aftur við fittum vinningi, og pengarnar frá møblasøluni og íløgunum í føstu ognini hevur gjørt, at tey hava verið før fyri at gjalda helvtina av nýggja bygningum beinanvegin. Hina helvtina av upphædini fíggjar Føroya Sparikassi. Tey vilja ikki siga, hvussu nógv nýggi bygningurin kostar, og hóast tað er nógv minni enn tann í 1988, so er talan um trivaliga milliónaupphædd. At vit hava verið før fyri at gjalda helvtina av kostnaðinum beinanvegin ger, at treytirnar eru heilt øðrvísi hesaferð, enn tá vit bygdu í 1988, og tí stúri eg ikki fyri at koma í somu støðu aftur. Tú kanst ongantíð siga nakað við vissu um búskapin, men í løtuni eru útlitini góð, og tað gevur okkum eisini sjálvandi mót til at flyta inn í nýggja bygingin, sigur Birgir. Vit hava eisini góð og loyal stavsfólk, og uttan tey hevði hetta heldur ikki borið til. Tey hava gjørt eitt stórt arbeiði. Birgir og Elsebeth leggja stóran dent á, at tey eru saman um at reka handilin, og tað hava tey alla tíðina verið. Vit hava verið ígjøgnum alt saman - bæði tað góða og tað ringa. Alt gerst nógv lættari, tá tú kanst vera saman um tað. Tað hevði ikki borið til hjá okkum, hvør í sínum lagi at arbeitt so nógv, sum vit gera, men tá vit nú bæði brenna fyri tí sama, so letur tað seg gera, sigur Birgir. Birgir og Elsebeth eiga tvær døtur. Joan, sum er 19 ára gomul, og Beinta sum er 10 ára gomul. Hon kom í verðina, júst sum Idé fór á heystin í 1990. Hon gjørdi truplu støðuna, sum vit vóru komin í, nógv lættari, sigur mamman og smílist. Og nú royna tey aftur at flyta fyritøkuna í ein stóran og nýmótans handilsbygning. Familjan og fyritøkan hava sanniliga fótað sær. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Fakfeløgini ikki á einum máli Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag er misnøgd við valið av Løgtingsins Umboðsmanni, meðan formaðurin í Fiskimannafelagnum ikki vil finnast at valinum Føroysku fakfeløgini eru ikki á einum máli um valið at seta Jógvan Andreasen, sorinskrivara, í starvið sum Løgtingsins Umboðsmaður. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, sigur seg ikki hava fult álit á Jógvani Andreasen, tí felagið heldur, at meðan hann hevur verið sorinskrivari eru reglur á danska arbeiðsmarknaðinum gjørdar til rættarsiðvenju í Føroyum, hóast hesar reglur ikki eru galdandi her. Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag finnist eisini at valinum til Umboðsmannin hjá løgtinginum. Eg skilji ikki, at løgtingið setir ein umboðsmann, sum er 67 ára gamal. Fólk, sum nærkast pensjónsaldrinum, hava ikki somu arbeiðsorku og megi sum eitt fólk í besta aldri, sigur Ingeborg Vinther. Sum fakfelagsfólk ivist eg eisini í rættleikanum at seta ein dómara í starvið. Eg havi kent á mær, at Jógvan Andreasen hevur ikki verið rættvísur mótvegis fakfelagsrørsluni. Eg havi hildið hann verið partískum mótvegis fakfeløgum, og tí eri eg ikki fegin um valið, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag. Einki at finnast at Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag heldur onga orsøk verða til at finnast at manninum, sum er settur í starv sum Løgtingsins Umboðsmaður. Tað ber illa til at siga, at hatta er eitt vánaligt val, men kanska er tað eitt dømi um, at vit hava avmarkað úrval av fólki til starvi. Hóast eg gjøgnum árini ikki altíð havi verið nøgdur við dómarnar hjá Jógvan Andreasen, haldi eg ikki, at eg kann finnast at valinum av honum sum Løgtingsins Umboðsmann, sigur Óli Jacobsen. Tað hevur verið funnist at honum, at hann hevur gjørt reglur á danska arbeiðsmarknaðinum til rættarsiðvenju í Føroyum, men haldi eg bara verða eitt pluss fyri mannin. Er tað nakað, sum vit tørva í Føroyum, so er tað donsku rættaruppfatan. Eg rokni eisini við, at virðingin, sum er fyri Jógvani Andreasen, fer at hjálpa honum í at fáa nýggja Umboðsmannin at virka, heldur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Kennir einki til atfinningarnar Jógvan Andreasen heldur, at formaðurin í Starvsmannafelagnum skal koma við ítøkiligum dømum fyri sínum atfinningum, tí hann sigur seg einki kenna til hesar atfinningar Eg kann als ikki fyrihalda meg til atfinningarnar frá formanninum í Starvsmannafelagnum, tí eg kenni einki til tær. Hetta sigur sorinskrivarin og komandi umboðsmaðurin hjá løgtinginum. Eg kenni tað sum eina generella útspilling av mær, og tað sum harmar meg mest er, at tað rakar mítt núverandi starv sum dómari, sigur Jógvan Andreasen. Formaðurin í Starvsmannafelagnum hevur funnist at valinum av Jógvani Andreasen sum Løgtingsins Umboðsmanni, tí felagið sigur seg ikki hava fult álit á honum. Eg veit meg ikki hava gjørt nakran órætt móti fakfeløgunum, og tí haldi eg, at Gunnleivur Dalsgarð skal koma við onkrum dømum fyri tí, sum hann hevur at finnast at. Annars kann eg als ikki fyrihalda meg til atfinningarnar, sigur sorinskrivarin. Ov bíligt Jógvan Andreasen vísir á, at tað ber til at kjakast um ein dóm, sum er sagdur, men so ber eisini til at fara víðari við málinum. Tað er ov bíligt av formanninum í Starvsmannafelagnum bara at sleingja um seg við leysum pástandum um, at eg skal hava gjørt reglur á danska arbeiðsmarknaðinum til rættarsiðvenju í Føroyum. Eg haldi, at hann skuldi komi við onkrum ítøkiligum dømi um hetta, sigur Jógvan Andreasen. Fakfeløg hava eisini funnist at, at ein 67 ára gamal maður er settur í starvi sum Løgtingsins Umboðsmaður. Fyrst er at siga, at eg havi ikki søkt starvið, men havi fingið tað boðið. Og eitt tað fyrsta eg sjálvur hugsaði var, at eg var komin so langt upp í árini, at eg var farin at hugsa um at leggja frá mær sum dómari. Men eg havi so avgjørt, at eg vil taka av avbjóðingini sum umboðsmaður hjá løgtinginum, sigur Jógvan Andreasen John Johannessen - john@sosialurin.fo Sjey vilja hava vatnið í Lopra Vinnumálastýrið hevur fingið sjey umsóknir um rættin at gagnnýta reina vatnið úr Sumbiarbergholinum. Støða verður tikin til umsóknirnar um ein mánað Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, fer um ein mánað ella so at taka støðu til, hvør skal fáa loyvi at gagnnýta reina kelduvatnið í bergholinum millum Lopra og Sumba. Freistin at søkja um loyvi var úti 2. oktober, og inn eru komnar sjey umsóknir. Av teimum sjey umsøkjarunum eru fýra, sum ætla at tappa vatnið og selja tað sum útflutningsvøru. Tvær umsóknir eru frá kommunum, sum ynskja at nýta vatnið til drekkivatn. Onnur umsóknin er frá Sumbiar Kommunu og hin frá Porkeris Kommunu. Porkeris Kommuna hevur haft stórar trupulleikar av skitnum drekkivatni. Reinsiverkið í bygdini hevur ikki virkað, og tí hevur kommunan umhugsað at leiða vatn yvir fjørðin úr Lopra. Sjeyndi umsøkjarin søkir um loyvi til at sleppa at nýta vatnið í sambandi við eina smoltstøð. Eingin favorittur Vinnumálastýrið er ikki komið so langt í viðgerðini av umsóknunum, at nøkur enn hevur fingið fyrimun. Men Gunnar Holm Jacobsen, sum í Vinnumálastýrinum umsitir málið við vatninum í Sumbiarbergholinum, sigur, at stýrið í næstum fer at velja nakrar umsøkjarar burturúr. Hesir verða síðani kallaðir inn til at greiða vinnumálastýinum nærri frá ætlanum sínum. Løgtingslógin um vatnið í Sumbiarbergholinum áleggur landsstýrismanninum í vinnumálum at leggja dent á, at umsøkjarin hevur neyðugan førleika at fremja ætlanina, og at vatnið verður gagnnýtt á skilabestan hátt. Tí vil hann tryggja sær at hava so gott innlit í ætlanirnar hjá umsøkjarunum, sum gjørligt, áðrenn hann tekur støðu til, hvør skal fáa rættin til vatnið. Møguliga tvey loyvi Í Vinnumálastýrinum vísa tey ikki aftur møguleikanum fyri, at tvey loyvi verða latin til at gagnnýta vatnið í Sumbiarbergholinum. Tað kann møguliga hugsast, at onkur av teimum, ið vil sleppa at útflyta vatnið, kann deila loyvið við eina av smáu kommununum, ið vil hava vatnið til drekkivatn. Men Gunnar Holm Jacobsen vísir á, at eingin støða enn er tikin, og at fleiri av umsøkjarunum hava gjørt vart við, at teimum nýtist loyvi til at gagnnýta alt vatnið. John Johannessen - john@sosialurin.fo Javnaðarflokkurin fingið høli Í farnu viku flutti Javnðarflokkurin í høli við Áarvegin í Havn. Meiningin við hølunum er at fáa eitt virknari felagslív Fólkaflokkurin byggir í løtuni hús uppi í Svanga í Havn og fyri stuttum flutti Javnaðarflokkurin í leigað høli við Áarvegin 14 í Havn. Húsini, har Javnaðarflokkurin nú heldur til, eru gomlu húsini hjá Per Højgaard, fyrrveandi stjóra á Sjómansheiminum. Javnaðarflokkurin leigar tvær tær ovastu hæddirnar, meðan hadilin Sirri, sum selur klæði úr Føroyskari ull, heldur til í kjallarahæddini. Fyri at lív allatíðina skal vera í húsinum og fyri at loysa ein part av bústaðartrupulleikanum í Havn, hevur Javnaðarflokkurin gjørt av, at tveir av limunum í SU, sum er ungdómsdeildin hjá Javnaðarflokkinum, skulu búgva í húsinum. SU fer eisini at nýti hølini til fundir og ymisk onnur endamál. Meiningin er, at Javnaðarflokkurin skal halda regluligar almennar fundir í nýggju hølunum. Hol verður sett á hetta við at halda regluligar café løtur hvønn leygardag millum klokkan 10 og 14 fram til býráðsvalið. Frá Javnaðarflokkinum siga tey, at hetta er eitt framhald av væl umtóktu café løtunum, sum flokkurin helt upp til seinasta løgtingsval. John Johannessen - john@sosialurin.fo Sjálvstýrisflokkurin broytir bygnað Leygardagin heldur Sjálvstýrisflokkurin eyka aðalfund í Klaksvík. Meiningin er at broyta leiðslubygnaðin og gera yvirlýsing um fullveldisætlanina Tvey høvuðsmál eru á skránni fyri almenna eykaaðalfundin hjá Sjálvstýrisflokkinum leygardagin. Fyrsta málið er at fáa broyt leiðslubygnaðin í flokkinum, soleiðis at politiski framsøgumaður floksins og formaðurin er sami persónur. Eftir verandi skipan hevur Sjálvstýrisflokkurin ein formann í tingbólkinum og ein formann fyri landsnevndina. Formaðurin fyri landsnevndina virkar sum formaður fyri baklandi, meðan formaðurin í tingbólkinum er politiskur formaður. Hendan skipan hevur verið heldur ørkymlandi, tí hon hevur skapt iva um, hvør er veruligi formaður floksins. Flokkurin og fólk yvirhøvur hava ivast í, hvør av hesum formonnum er tann, ið alment eigur at melda út vegna flokkin. Vit skulu nú hava eina greiða skipan, sum limirnir í flokkinum og fólk annars skilja, sigur Sámal Petur í Grund, formaður í tingbólkinum. Nýggja skipanin leggur upp til, at flokkurin framvegis skal hava ein politiskan formann og ein formann fyri landsnevndina. Men eftir nýggju skipanini skal tað verða politiski formaðurin, ið er talsmaður floksins úteftir. Formaðurin fyri landsnevdina skal taka sær av ymsum umsitingarligum uppgávum og samskipan. Báðir formenninir verða valdir beinleiðis á hvørjum landsfundi. Melda greitt út Hitt málið á dagsskránni er at gera ein greiða yvirlýsing um framtíðarstevnu floksins. Fullveldismálið fer eftir øllum at døma at fylla ein stóran part av yvirlýsingini. Vit fara at melda út, at vit taka fult undir við nýggju stig fyri stig loysnini, sum landsstýrið er vorðið samt um viðvíkjandi fullveldismálinum, sigur Jákup Sverri Kass, tingmaður Sjálvstýrisfloksins. Jákup Sverri Kass vísir á, at Sjálvstýrisflokkurin er samdur um, at nýggja semjan er ein nógv betur leið fram móti fullveldinum, enn upprunaliga fullveldisætlanin. Hetta er ein skipan, sum vit vænta fer at bera á mál eftir nøkur ár. Men vit taka ikki undir við, at tað skal vera innan 2006, sum Tjóðveldisflokkurin hevur meldað út, sigur Jákup Sverri Kass. Men Sjálvstýrisflokkurin ætlar sær eisini at taka onnur mál við í yvirlýsingina. Hann fer at vísa á, at fullveldismálið hevur tikið nógva orku frá umsitingini, og at neyðugt er at fáa virknan politikk aftur í Føroyum, soleiðis at greið lóggáva millum annað kann gerast fyri útlendskan kapital í Føroyskari vinnu. Hetta við kapitalinum er nakað, sum vit fara at leggja nógva orku í at fáa greiðu á, sigur Jákup Sverri Kass. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Ingeborg er ond Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag er í øðini um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki tykist sinnaður at lata dagrøktarmammur fáa frí 1. mai Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fær eina alvorliga skortfleingju í brævi frá Ingeborg Vinther, formanni í Føroya Arbeiðarafelag. Ingeborg Vinther er í øðini um, at Karsten Hansen í brævi til Hósvíkar Kommunu sigur seg meta tað óheppið, at 1. mai verður fastur frídagur hjá dagrøktarmammunum. Hesa orðingina heldur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag vera slíka niðurgerð av ávísum løntakarabólkum, sum sjálvdan er sædd áður. Grundin til harðligu átaluna, fíggjarmálaráðharrin fær frá Føroya Arbeiðarafelag, er bræv, sum landsstýrismaðurin hevur sent Hósvíkar Kommunu við viðmerkingum til sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Hósvíkar Kommunu um dagrøktarmammurnar - og pápan - hjá kommununi. Landsstýrismaðurin hevur viðmerkingar til trý ting í sáttmálanum. Lønina, frídagar og ásetingar um matpakkar og skiftiklæði, børnini skulu hava við í dagrøkt. Lønina heldur landsstýrismaðurin í fíggjamálum vera ov høga og vil hava eina nýggja útrokning. At dagrøktarmammurnar skulu hava frí1. mai, metir landsstýrismaðurin óheppið, tí tað hava onnur, sum arbeiða við barnaansing, ikki, sigur hann. Og ásetingar um, hvørt børnini skulu hava matpakka og skiftiklæði við, heldur hann, at dagrøktarskipanin, t.v.s. arbeiðsgevarin, eigur at gera reglugerð um. Í brævi til Karsten Hansen, landsstýrismann, sum eisini er sent fjølmiðlunum, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, at tað er so eitt, at landsstýrismaðurin roynir at forpurra lønarásetingarnar, sum Hósvíkar Kommuna og Føroya Arbeiðarafelag eru samd um. Føroya Arbeiðarafelag heldur, at fíggjarmálaráðharrin eigur at halda fingrarnar burtur frá avtaluni, tá partarnir eru vorðnir samdir um orðingina. Men verri er, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at leggja seg út í, hvørjar frídagar, partarnir avtala sínamillum. Føroya Arbeiðarafelag metir tað ovboðið, at landsstýrismaðurin vil forða nøkrum limum felagsins í at hava frí 1. mai, sjálvan altjóða arbeiðaradagin. Felagið ger prúra greitt, at allir limir felagsins uttan udnantak hava frí 1. mai. Tað er ovboðið, heldur Føroya Arbeiðarafelag, sum sigur seg ongantíð fyrr hava upplivað slíka vnvirðing av løntakarunum. Og her hevur felagið skyldu at tala at, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag í brævi til Karsten Hansen , landsstýrismann. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Karsten Hansen: Vit kunnu ikki betala meir Landskassin hevur longu betalt 25 milliónir fyri at hjálpa teimum ringast støddu kommununum burturúr skuldini. Og tað kemur ikki uppá tal, at vit fara at betala endurgjaldskrøv eisini Tær kommunurnar í Føroyum, sum skylda mest, skulu ikki vænta sær meiri hjálp úr Landskassanum. Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at tað kann ikki koma uppá tal at landskassin fer at betala meiri fyri at hjálpa teimum ringast støddu kommununum burturúr skuldini. Annars skilst á grein aðrastaðni í blaðnum, at tað hevur tað verið uppá tal at royna at fáa landskassan at hjálpa til eitt sindur afturat fyri at fáa tær mest skuldarbundnu kommunurnar upp á føtur aftur. Løgtingið hevur samtykt, at sanera tær ringast staddu kommunurnar við peningi úr Kommunala Veðhaldsgrunninum. Men stýrið fyri grunnin er nú komin til ta niðurstøðu, at lógin er so ógreið, at heimildirnar at betala út eftir honum eru ivasamar. Tí skuldi fundur vera við løgmann um landskassin er sinnaður at átaka sær møgulig endurgjaldskrøv frá kommunum, sum ikki góðtaka, at peningur verður brúktur úr veðhaldsgrunninum til at sanera kommunur fyri. Kemur ikki upp á tal Men Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at tað kemur ikki upp á tal, at landskassin fer at átaka sær møgulig endurgjaldskrøv. Landskassin hevur goldið 25 milliónir til at hjálpa teimum ringast støddu kommununum burtur úr skuldini. Og vit fara ikki at at betala meiri til tað endamálið, sigur fíggjarmálaráðharrin. Hann sigur, at tað eru ikki meiri enn tvey ár síðani, at kommunurnar vóru sinnaðar at brúka allan veðhaldasgrunnin til at hjálpa teimum ringast støddu kommununum. Men nú tykist sum um samhaldsfestið er viknað, sigur hann. Fyri at fáa eina loysn á málinum legði landskassin 25 milliónir á borðið. Og tað ber ikki til at tosa um, at landskassin skal blandast meiri uppí hetta málið. Hann sigur, at tað ber heldur ikki til hjá landskassanum at lova at betala møgulig endurgjaldskrøv. Gera vit tað, er tað tað sama sum at biðja um endurgjaldskrøv, sigur hann. Hann sigur, at eisini lógfrøðiliga er tað ikki sum at siga tað, tí so skal peningur útvegast til endamálið og tað kann bara løgtingið gera. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Tær fátæku kommunurnar liggja enn á pínubonkinum Tað hevur gingið illa at avgreiða saneringina hjá teimum ringast støddu kommununum. Og nú hevur ógreitt lógarsmíð hjá landsstýrinum seinkað málinum enn meir Tær fátækastu kommunurnar í Føroyum verða enn hildnar á pínubeinkinum Annars hevur tað leingi tókst sum ein sanering av kommunuskuldini var á veg. Løgtingið hevur samtykt eina lóg um at hjálpa teimum ringast støddu kommununum burtur úr skuldini. Landskassin skuldi betala 25 milliónir til endamálið. Restin skuldi takast úr Kommunala Veðhaldsgrunninum. Men nú tað kemur hartil, at peningurin skal gjaldast út, ger Gjaldsstovan vart við, at heimildirnar at betala teimum ringast støddu kommununum úr grunninum, eru ógreiðar. Leivur Hansen, sum er formaður í stýrinum fyri grunnin, sigur, at ein uttanveltaður lógfrøðingur varð eisini biðin um at gera ein úrskurð í málinum og hann kom til somu niðurstøðu. Og tað sama sigur grannskoðarin hjá grunninum. Sostatt kundi grunnurin vænta sær endurgjaldskrav frá summum kommunum, um peningur var útgoldin úr grunninum til saneringina. Sostatt var vandi fyri, at tær kommunur, sum áttu pening í grunninum, fóru at leggja endurgjaldskrav, um peningur í grunninum varð brúktur til at sanera tær mest skuldarbundnu kommunurnar við. Tí gjørdi stýrið fyri grunnin av, ikki at betala úr grunninum, fyrrenn allar kommunurnar høvdu váttað, at tær góðtóku, at peningurin varð brúktur til endamálið. Seinasta freist hjá kommununum at senda stýrinum hesa váttan, var týsdagin. Tá ið hendan váttanin var komin, skuldi stýrið so leggja peningin út. Fingu fáar váttanir Men mikudagin upplýsti umsitingin hjá grunninum, at tað er bara ein minniluti av kommununum, sum hava svarað aftur. Eitt nú eru tað eisini stórar og miðalstórar kommunur, sum ikki hava latið við seg koma, umframt nógvar av teimum smáu. Hinvegin eru tað nakrar kommunur, sum hava svarað, at freistin til at viðgera málið var ov stutt og tí hava tær ikki hava havt stundir til at svarað. Ætlanin var kortini at avgreiða saneringina mikudagin við teimum váttanum, sum vóru komnar Formaðurin í stýrinum fyri grunnin sigur, at grunnurin hevur eisini fingið eina váttan frá Anfinn Kallsberg, løgmanni, sum umsitur kommunumál.Og hann boðaði frá, at heimildirnar at gjalda út eftir lógini, vóru ílagi og at grunnurin tískil kundi avgreiða saneringina eftir lógini, sum Løgtingið samtykti. Stýrið fyri grunnin hevði tískil aftur fund mikudagin Men heldur ikki tá eydnaðist at fáa saneringina avgreidda. Leivur Hansen sigur, at semja er um ikki at siga nakað frá fundinum fyri ikki at gera tað enn fløktari. Hann sigur, at grunnurin vil ikki avgreiða málið, fyrrenn ein fundur hevði verið við løgmann um, hvussu málið skal avgreiðast. Hann vil ikki siga, hvat fundurin við Løgmann skal vera um. Tað skilst kortini á fólki, sum hava við málið at gera, at stýrið fyri grunnin vil hava at vita, um landskassin er sinnaður at átaka sær møgulig endurgjaldskrøv frá kommununu, sum ikki góðtaka, at peningurin í veðhaldsgrunninum verður brúktur til endamálið. Men sum tað framgongur av samrøðu við Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra aðrastaðni í blaðnum, kemur tað als ikki upp á tal Henning Nicodemussen Fólkaatkvøða sum samgongukitt Herfyri eydnaðist samgonguflokkunum at halda saman og geva almenninginum fatan av, at tað gongur væl í landsstýrinum og eru flokkarnir samdir um at broyta politikkin í sambandi við framtíðarstøðu Føroya. Á tíðindafundi varð kunngjørt, at nú hevði samgongan valt at sigla millum skerini í fullveldismálinum men tó við somu kós. Dagin eftir "semjuna" fór varaløgmaður út í bløðini og legði ávíst áramál fram. Tað fekk øði í løgmann, sum setti varaløgmann uppá pláss. Tað rætta hevði verið, um andstøðan varð tikin uppí samgonguna so ella so - ella at úrskrivað varð nýval. Ístaðin fyri vit eina neyðloysn, har ein nýggjan sjálvstýrisætlan - eitt slag av stig fyri stigætlan - skal avloysa fullveldisætlanina. Tað er eingin loyna, at ósemja er í Tinganesi. Tað trýst, ið baklondini í Fólkaflokkinum og Sjálvstýirisflokkinum, hava lagt á síni umboð, hevur tvingað Tjóðveldisflokkin til antin at góðtaka broytta politikkin ella at fara. Innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum er sjálvsagt stór ónøgd við formann floksins, sum hevur verið noyddur at boyggja seg fyri kravinum frá løgmanni. Formaður Tjóðveldisfloksins er sjálvur l sekur í, at hansara egnu fólk nú krevja, at hann ikki letur løgmann trýsta seg ov langt til eina "breiða semju" loysn. Hóast sami formaðurin fyrr hevur gjørt vart við, at Tjóðveldisflokkurin hevur flutt seg langt fyri at fáa eina semju, átti hann at vitað, at handfaringin av fullveldismálinum hevur verið alt ov snævurskygd og alt ov nógv merkt av, at Tjóðveldisflokkurin skuldi eiga æruna av komandi útviklingi. Trýst elvir til móttrýst, og tað er júst tað, ið er hent í málinum, bæði innanhýsis í Føroyum og millum Føroyar og Danmark. Og størsta mistakið gjørdi Tjóðveldisflokkurin, tá hann ikki gjørdi meira fyri at fáa Javnaðarflokkin við í landsstýrið. Tað er har vit skulu finna veruligu orsøkina til verandi støðu. At flokkurin seinni eisini gekk við til at koyra formann Javnaðarfloksins frá sum formann í Uttanlandsnevndini og seta ein av sínum egnu í henda fyri demokratisku gongdina týðandi sess, var enn eitt stórt mistak. Nú liggur Tjóðveldisflokkurin sum hann hevur reitt. Hann hevur bert eitt at gera og tað at vera løgmanni lýðin. Eftir skorflongjuna fyri at hava útmeldað seks ára áramálið fyri nýggju ætlanini fer neyvan at koma nógv ítøkiligt frá hansara síðu. Tó so - fólkaatkvøðan skal nú snikkast til, so hon m.a. kann bjarga andlitið hjá ikki minst tjóðveldisformanninum. Vit bera ótta fyri, at einasta orsøk til at koma við eini fólkaatkvøðu nú alt er vent í málinum er fyri at kunna halda samgonguni saman. Ein fólkaatkvøða átti at verið alt ov álvarslig til at verða brúkt sum samgongukitt. Sosialurin Henning Nicodemussen Minningarorð - Terje Dal-Christiansen farin Fyrranáttina andaðist Terje Dal-Christiansen í Havn 73 ára gamal. Terje varð føddur í Havn hin 8. desember í 1926 og var sonur Sofus og Rosu Dal-Christiansen. Hann vaks upp á Áarvegnum í Havn, har Hotel Hafnia er í dag. Terje tosaði ofta um umhvørvið á Áarvegnum og har um leiðir. Hann mintist m. a., tá teir løgdu lok á fyrsta partin av Havnará - sum jú rann beint fram við húsunum, har hann vaks upp. Terje var skipari, og fór sum ungur til skips, og var mong ár fiskimaður. Hann sigldi í mong ár við donskum farmaskipi í Miðjarahavinum og upp á Amerika. Eisini hevur hann siglt við ferðamannaskipi upp á Finnland. Terje giftist í 1961 við Sunnvá, dóttir Edvard í Rættará og Biritu Lindenskov í Havn. Tey eiga fýra børn, Rosu-Bergittu, Kára, Sophus og Hans Áka. Fyrstu árini búðu Sunnvá og Terje í Keypmannahavn, men tey fluttu heim fyri 30 árum síðani og bygdu á trøðni hjá Edvardi uppi í Tórfinsgøtu. Nakað eftir at tey fluttu heim, legðist Terje uppi og fór at arbeiða í umsitingini á Baccalao í Havn, seinni Fiskavirking. Tá hann fór frá fyri aldur, settist hann ikki hendur í favn, men fekk sær fenað saman við vinmanninum, Eigil Hansen, skipara, bæði seyð, gæs, dunnur og eplaveltu. Terje var ein vinsælur og virkin maður. Hann hevði stóran áhuga fyri tí, ið rørdist í Havnini, og var ofta at síggja, tá HB leikti í Gundadali ella tá Kyndil spældi í høllini. Synirnir Sofus og Hans Áki eru millum frægastu hondbóltsleikarar, Kári gjørdist sjómaður burturav og er í løtuni við vaktarskipið. Rosa Bergitta er útbúgvin pedagogur, og hon býr saman við manninum, Jan og synunum í húsunum hjá abbanum í Tvørgøtu. Trúgvur kirkjugangari, sum hann var, so var Terje at síggja í Vesturkirkjuni fyri trimum vikum síðani, hóast hann longu tá hevði fingið tungu boðini. el Henning Nicodemussen Minningarorð - Haldor Christiansen, keypmaður, 75 ár Í gjár 9. november, varð Haldor Christiansen í Havn 75 ár. Haldor er kenda andlitið í gamla handlinum í Bringsnargøtu, hjá Katrina Cristiansen. Eftir studentsprógvið fór tann ungi Haldor til Keypmannahavnar at lesa víðari. Men hetta fekk ein bráðan enda, tá móðurin brádliga doyði, og Haldor tí vendi heimaftur at taka við leiðsluni av tí stóra handlinum í Bringsnargøtu. Foreldur hansara vóru Katrina, fødd Petersen, og Viggo Christiansen, bæði havnarfólk Handilshúsini í Bringsnargøtu hava sína serligu søgu. Tað var gamli handilin hjá Zacharias Heinesen, og har var skaldið William Heinesen eisini føddur. Í dag er handlin hjá Haldori tann einasti, sum eftir er í tí gomlu høvuðsgøtuni í Havn - og tað má sigast at vera ein serligur hugni at koma inn í handilin hjá Haldori. Sjálvur er hann miðdepulin - keypmaðurin, sum ger alt fyri kundan, og tú fært altíð eitt virðismikið prát. Við Haldori er kanska søga skrivað, sum gongur langt aftur í árini og vekir minni og hugleiðingar um tíðina farnu. Tað kann av sonnum sigast um Haldor, at hann er hjálpsamur. Hann er altíð til reiðar við tí hjálpandi hondini. Gjøgnum árini hevur hann t. d. verið limur í Líkningarnevndini fyri Fólkaflokkin í mong ár, er virkin í Lionsfelagsskapinum og hann er fastur fúsur, tá føroyskur dansur er í Hornahúsinum. Føðingardagin hevði Haldor saman við familjuni heima í Tróndargøtu. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt lágtrýst, 984 hPa. yvir Norðsjónum fer í landnyrðing. Eitt lágtrýst 1004 hPa. yvir Atlantshavinum á 54N-35V fer í landnyrðing og dýpist. Eitt djúpt lágtrýst sunnan fyri Ísland á 59N-21V fer spakuliga í landsynning og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum leygarmorgunin. Veðrið í dag: Fleyr til gul av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Um kvøldið upp í ein strúk av eystri og seint um kvøldið møguliga regn. Hitin millum 1 og 4 stig. Veðrið leygardagin: Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og stundum regn. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið sunnudagin: Fyrrapartin hvassur vindur av landnyrðingi og stundum regn. Seinnapartin minni vindur og okkurt ælið. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Hvassur vindur ella skrið av norði, týsdagin minni vindur. Ælingur, partvís kavi og hitin millum frostmarkið og 4 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 984 hPa. yvir Norðsjónum fer í landnyrðing. Eitt lágtrýst 1004 hPa. yvir Atlantshavinum á 54N-35V fer í landnyrðing og dýpist. Í dag: Eitt djúpt lágtrýst sunnan fyri Ísland á 59N-21V fer spakuliga í landsynning og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum leygarmorgunin. Ársins DJ á Strondum Tíðindaskriv Kappingin Ársins DJ 2001 var seinasta leygarkvøld í bygdarhúsinum á Strondum, har innleiðandi umfarið fyri Eysturoynna varð hildið. Tríggir luttakarar vóru: CD Single, DJ Mood og Yazz. Dómarar og áskoðarar vóru á einum máli um, at DJ Mood og CD Single skulu umboða eysturoynna í finaluni, ið verður í Havn í januar. Komandi Fríggjakvøld 10. november, verður Ársins DJ 2001 í Lognbrá í Klakksvík, har Jógvan Á Høvdanum y., Dj Eyes not ice og Kristian Joensen fara at kappast um at umboða Norðoyggjar í finaluni. Kvinnupolitisk kvøldseta á Gamla Meiarínum Fríggjakvøldið tann 17. nov. kl. 20 skipar Kvinnufelagið í Havn fyri kommunalpolitiskum fundi og kvøldsetu niðri á Gamla Meiarínum. Kvinnulig valevni umboðandi allar flokkar til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu eru boðin at luttaka við innleggum í orðaskifti, og undirhald verður bæði til álvara og gaman. Aftaná verður høvið at halda fram við orðaskifti í smærri bólkum aftur við drekka og breyðbitum, sum vera til keyps seinni um kvøldið. Neyvari skrá verður lýst seinni. Politiskur vilji = tóm orð Seinastu nógvu árini hevur nógv verið tosað um møguleikarnar fyri at fáa virksemi ígongd aftur runt í landinum. Pauli Einarsson Valevni hjá javnaðarflokkinum Tosið endar fyri tað mesta við einari samanlíkning ímillum Havnina og restina av Føroyum. Havnin og tað sum liggur rundanum, verður í nútímans talu kamouflerað við orðinum Miðøkið. Hetta er bara ein roynd at spjaða Føroyar, sum fyrr var eitt samlað land, og skapa frontar ímillum oyggjar og bygdir. Tíverri loypa landspolitikkara á sama vognin, við at taka undir við teimum lærdu ráðgevum, sum siga at rákið ger, at alt skal samlast á einum stað, men tað er ikki rætt. Tað hevur alla tíð verið so, at fólkið vil búgva so tætt saman sum gjørligt, tí tá er lættari at verja seg ímóti ymiskum vandum. Í hesum framkomna landi er vandin ikki stríð við vápnum, men heldur innanoyggja stríð um hvar virksemi skal vera. Um vit vilja hava eitt land sum gevur møguleikar hjá fólki, eisini við góðari útbúgving, at støðast í teimum ymisku oyggjunum, mugu teir sum valdir eru at stýra landinum, skjótt vísa hetta í verki. Vit sum búgva í Suðuroy uppliva ferð eftir ferð, at tá vit vísa á onkran nýggjan møguleika fyri virksemi í oynni, so verður hetta uppskotið, av landsins politikkarum, samanlíknað við onnur øki í landinum, sum teir halda liggja betur fyri. Tí tonki eg: Hvønn er tað betur fyri. Er tað fyri tey fáu útvaldu av teimum sum búgva her í landinum, ta fremmandu vinnuna sum kemur inn til Føroyar ella hesir báðir partar samlaðir. Suðuroyggin liggur ikki verri fyri enn aðrar oyggjar í Føroyum. Tað er bara ein spurningur um, hvat ein samanlíknar við. Vit sum búgva í Suðuroy krevja sama møguleika sum øll onnur í landinum, tí vit hava somu skyldur sum øll onnur, men vit merkja, at vit fáa ikki tað sama sum onnur, fyri skattapeningin, sum vit gjalda í Landskassan. Fyri at taka eitt dømi, vil eg nevna ágangin frá restini av Føroyum, við landsins politikkarum á odda, ímóti at gera Drelnes á Tvøroyri til eina veitingarstøð til oljuvinnuna. Grundgevingar hava verið fleiri, so sum at øll skulu hava sama møguleika, vinnan skal sjálv skipa fyri hesum. Tann grovasta og seinasta grundgevingin fyri at myndugleikarnir ikki vildu vísa á Drelnes var, at myndugleikarnir kundu ikki geva einari danskari fyritøku einkarætt til veiting úr Føroyum. Myndugleikarnir vita fullvæl at danska felagið sum er við í ætlanini at gera Drelnes til veitingarstøð, er tann parturin av einum samtaki sum kemur inn við nógvum royndum á økinum. Tað er í veruleikanum eitt føroyskt felag sum hevur nógv ár á baki á Tvøroyri, innan bæði reiðaravirksemi, handil og flutning, sum hevur fingið sær ein útlendskan samstarvsfelaga. Hesin samstarvsháttur er ikki annað enn tað sum Oljumálastýrið hevur víst á sum ein rættur vegur hjá føroyskum fyritøkum, at koma inn í oljuvinnuna. Tað eru fleiri onnur virkir og feløg í Føroyum, sum hava fingið sær útlendskar samstarvsfelagar, so R.B.Thomsen er ikki nakað eindømi. Munurin er bara tann, at hinir búgva ikki í Suðuroy. Eg dugi ikki at síggja hvat ið kann forða einum landstýrismanni at áleggja oljufeløgum, at brúka eina ávísa havn í Suðuroy, á sama hátt sum teir við lóg áleggja fiskimonnum, at selja ein ávísan part av veiðuni gjøgnum eina uppboðssølu norðanfjørðs. Hetta vildi ikki kosta Landskassanum eina einastu krónu, bara skapt størri møguleika fyri øðrum virksemi, og harvið betri trivnaði í Suðuroy. Barnaansing - ein spurningur um vilja Um eg verði vald í býráðið fari eg aktivt at arbeiða fyri at fáa nøktað tørvin á barnaansingarplássum sum skjótast. Rigmor Dam, valevni í Havn Heimasíða: www.rigmordam.subnet.dk Væl at merkja ordiligum plássum, sum býráðið stendur fyri og gjaldar við okkara skattapengum. Í løtuni standa eini 400 børn á bíðilista og er tað avgerandi neyðugt, at allar hesar familjur fáa tilboð um pláss í einum tryggum og mennandi umhvørvi, við einum høgum pedagogiskum støði. Í mínum hugaheimi er barnaansing ein uppgáva - ikki ein trupulleiki. Vit foreldur ynskja sjálvi at kunna velja hvønn ansingarhátt okkum líkar best. Tað veri seg barnagarð, dagrøkt ella útibarnagarð. Eisini vilja vit frítt kunna velja tann stovn vit ynskja. Harumframt eiga systkin sjálvsagt at ganga á sama stovni, og systkinaavsláttur eigur at vera givin. Tíverri er veruleikin í dag, at eingi av hesum krøvum eru sjálvsøgd. Onkur hugsar kanska at nú er nóg mikið sagt og skrivað um barnaansing og nóg nógv lyfti givin. Men eitt er eyðsæð - nógv fólk eru rakt av hesum trupulleika. Eini 400 børn standa á bíðilista, hesi hava tvey foreldur í part. Og hetta er so avgjørt ein trupulleiki, sum rakar alla familjuna, systkin, ommur og abbar. Øll eru tey partur av gerandisdegnum hjá familjuni, sum ikki veit síni livandi ráð um hvussu tey fáa morgindagin at hanga saman. Spurningurin er sera einfaldur. Um politiskt valdu umboðini vilja seta neyðugu upphæddina av til endamálið, so kann tørvurin nøktast innan heilt fá ár. Í hesum sambandi er vert at nevna, at Javnaðarflokkurin er einasti flokkur, sum hevur bundið seg til at raðfesta barnaansingartrupulleikan allarfremst. Hetta krevur tó ein sterkan Javnaðarflokk í býráðnum og heiti eg tí á teg um at seta kross við meg ella lista C. Skúlaumhvørvið og nýggja tøknin Skúlaumhvørvið og nýggja tøknin skal nýtast út í æsir at menna vitunarstøðið Jan Gardar, valevni Sjálvstýrisfloksins Til tess at ein skal kunna trívast á einum staði eru tað nógvar fyritreytir sum skulu verða í lagið, men vil eg loyva mær bert at nevna nakrar sum eg meini hava týdning í hesum samanhangi. Ein kann við rímuligheit spyrja hvønn ungdómspolitik ella mentanarpolitik hevur býráði. Á hvønn hátt hugsa politikkarnir sær at skapa trivna í býnum soleiðis at ungdómurin ikki stingur í sekkin til tess at finna sær annað pláss at búleikast. Soleiðis eiga vit at gera okkum greitt at trivnaður fyri ungdómin er annað og meira enn arbeiði og bústaður. Menningin gongur við rúkandi fer, eg hugsið her ikki minst um teldutøknina og samferðslumøguleikar-nar og samstundis gerst ungdómurin minni og minni staðbundin. Ungdómurin í dag hevur meira og meira lyndi til at troyta møguleikarnar har hesir eru størstir. Hettar setir stór krøv til lokalsamfelagið- til okkara politisku umboð. Hesar avbjóðingar gerast ikki minni tá eitt møguligt fast samband er til megin økið. Eru vit eftirbátar á ymisku økjunum tá, verður trupult at støðga skeivu gongdini og verður tað tá miðstaðarøki ið avger hvussu leikur fer og tað er neyvan ein hugalig framtíðarmynd; ja spyr bara Árnfiringar hvussu tað er at vera útjaðari hjá Klaksvík. Hvat miðnámsskúlum viðvíkur eiga vit tíbetur fleiri tilboð til ungdómin, men skuldi hesið um býráði hevði borið rætt at veri enn fleiri. Eg hugsið her um Handilsskúla og Studentaskúla, sum eisini lógarheimild er fyri. Soleiðis er tíðanverri neyðugt hjá skúlaungdómi í stórum talið dagliga at leita sær tvørturum Leirvíksfjørð. Her eigu vit saman við landsmynduleikunum og vinnulívinum at spenna okkum út til tess at gera betur nýtslu av tí lokala skúla umhvørvinum og nýggju tøknuni til tess at menna vitunarstøði og harvið vinna fram nýggjar vinnumøguleikar. Akadem. Polit. Samráðing Akadem. Polit. Samráðing Roynast her mær kenslur bundnar, í fríðum landi valda villir hundar. Tíðin ber sár eftir skrivandi mentan meta seg sjálvar so sera hentan. Oyðsla burt álit frá spyrjandi tjóð, hvaðani fáa vit ráðini góð. Kosnir menn fylgja bundnari rás, uttan at vita tað, læstir í lás. Hollar royndir fyri teoriini dvína, meðan teir sær sjálvum sam-sýna. Innilæst liggur framkomin vitan, dragað til sín tann besta bitan. Kjaftast frítt í øllum miðlum reisast ei úr dunnuhylum. Kámast burt fullveldisleið, nú hundadagakongur niðarliga reið. Um tilfangi, olju og blankan fisk, heilsuskipan og nýggjan hard-disk, søgulig brygdi og oljudans hvør ynskir við skútuni henda kjans? Peter Splidt Ein søga um ærumeiðing Í Sosialinum 8. november er grein undir yvirskriftini >>Útvarpið biður um umbering<<. Greinin umrøður ein stuttan tátt, sum varð sendur í ÚF á midnátt leygarkvøldið 28. oktober. Innihaldið í hesum tátti metti Jóannes Eidesgaard, formaðurin í Javnaðarflokkinum, løgtingsmaður og fólkatingsmaður, vera ærumeiðandi móti sær. Hann kravdi tí eina umbering frá ÚF, annars fór hann at stevna útvarpsstjóranum fyri ærumeiðing. Eftir at hava kannað innihaldið í hesum tátti, varð lætt at staðfesta, at tað lá uttanfyri tær reglur, sum galda fyri programmvirksemið hjá ÚF. Tí var heldur ikki torført at siga Jóannes Eidesgaard frá hesum, og geva honum ta umbering, sum hann kravdi. Samstundis varð avtalað, at málið varð avgreitt, tá ÚF hevði sagt frá hesum í tíðindasendingini mánakvøldið. Jóannes Eidesgaard kravdi, at hetta varð kunngjørd í eini tíðindasending, hóast vanlig mannagongd hevði verið, at hetta varð sagt á sama staði, tvs. í sambandi við táttin á midnátt leygarkvøld. Mikudagin tekur Sosialurin málið upp, og prinsipielt havi eg eitt sindur ilt við at skilja, at tann ærumeiddi í hesum føri - eftir at málið er avgjørt við semju - medvirkar í at fáa enn meira umrøðu av ærumeiðingini, m.a. við at lata blaðnum skjølini í málinum. Tað er nú ikki tí, at eg kenni meg noyddan til at skriva hesar reglur. Í greinini í Sosialinum verður ein navngivin persónur lagdur undir at hava staðið fyri hesum tátti. Tað er ikki rætt. Viðkomandi legði rødd til at lesa tekstin, og annan lut átti hann ikki í hesum tátti. Nú stendur Sosialurin helst fyri tørni at geva eina umbering. Lat meg so eisini brúka hetta høvi til at minna á, at ábyrgdarlóggávan á økinum liggur í órøkt. Í 1992 spurdi løgmálaráðið heimastýrið, um tað vildi hava donsku fjølmiðlaábyrgdarlógina setta í gildi í Føroyum. Í 1997 svaraði landsstýrið, at tað vildi heimastýrið, men nakrar broytingar skuldu gerast í lógini. Millum annað skuldi staturin rinda fyri eina føroyska siðanevnd fjølmiðlanna, og nevndin skuldi skipast og mannast øðrvísi, enn ásett er í donsku lógini. Tað kundi løgmálaráðið ikki ganga við til. Í ár samtykti løgtingið so at taka aftur tilmælið um at seta donsku lógina í verk. Føroyar skulu gera sína egnu lóg um ábyrgdina hjá fjølmiðlunum. Men trupulleikin er, at heimastýrið hevur ikki yvirtikið málsøkið fjølmiðlaábyrgd sum sermál. Tað helt landsstýrið fyrr í ár ikki vera neyðugt, tí ríkisrættarliga støðan hjá Føroyum varð greidd síðst í árinum. Men tað verður hon sum kunnugt ikki. Ein ábyrgdarlóg er ein fyritreyt undir føroysku kringvarpslógini, sum varð sett í gildi í 1998. Sjálvur haldi eg, at tað er frægari at brúkt eina danska lóg fyribils, heldur enn at ongar skipaðar reglur eru um ábyrgd fjølmiðlanna. Mær kunnugt víkir danska fjølmiðlaábyrgdaskipanin ikki grundleggjandi frá skipanunum í hinum norðurlondunum. Útvarp Føroya Jógvan Jespersen Viðmerking Tað var okkum ikki kunnugt, at upplesarin av umrødda tátti í útvarpinum á midnátt leygarkvøld ikki hevði skrivað tilfarið sjálvur. Hetta tóku vit sum givið, tá einki annað varð annonserað undan táttinum. Vit hava tí gjørt Ega Dam órætt og biðja hann halda okkum til góðar. Hinvegin vilja vit eisini gera vart við, um tað ikki hevði verið rættari av útvarpinum í slíkum føri at kunngjørt, hvør rithøvundin er til henda táttin. Um og nær tað er upplesarin sjálvur ella tað er onkur annar! Tað er líksum við teimum dulnevndu lesarabrøvunum, so kanska hetta var vert hjá útvarpinum at umhugsa. Tá var lutvíst sloppið undan slíkum misskiljingum. Eg ivist ikki í, at mong onnur, sum hoyrdu táttin hetta kvøldið, mundu hugsað, at upplesarin sjálvur hevði skrivað táttin, tí annað varð ikki upplýst. Hvat viðvíkur leiklutinum hjá Jóannesi Eidesgaard í hesum máli skal verða sagt, at hann hevur ikki latið blaðnum nakað tilfar í málinum, men hevur bert svarað spurningum, sum blaðið setti honum. Annars skal undirritaði geva starvsfelaganum í Sortudýki rætt í, at tað er óheppið, at miðlarnir í Føroyum liggja í fjølmiðlaábyrgdarloysi, tí lógin um fjølmiðlaábyrgd ikki er sett í gildi enn. Tað er sjálvandi eitt ærligt ynski, tá landsstýrið vil bíða at seta slíka lóg í gildi, til vit hava yvirtikið málsøkið, men tá tað er óvist, nær hetta kann henda, so vildi verið rætt at sett donsku lógina í gildi í hvussu er fyribils. Vinarliga Sosialurin Jan Müller Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo VÍF skavaði sigurin heim Tað var um reppið, at hovyíkingar gjørdust teir fyrstu, sum tóku stig frá oddaliðnum í bestu mansdeildini Hondbóltur VÍF-H71 33-35 (18-19) Fáu áskoðararnir í Ítróttahøllini á Hálsi mikukvøldið gjørdust vitni til ein sera spennandi og harumframt málríkan hondbóltsdyst. Tað var kanska væntandi, at VÍf fór at smyrja H71 av, men hetta gjørdist ongantíð talingur um. VÍF legði annars bragdligari fyri, og vóru teir eitt skifti á odda við fýra málum, men síðani gjørdist munurin ongantíð størri enn trý mál. Hoyvíkingar kunnu enntá bert takka sær sjálvum fyri, at dysturin ikki varð vunnin, tí m.a. brendu teir trý brotskøst, og varð hetta í øllum trimum førum, meðan støðan í dystinum var sera spent. Fyri VÍF gjørdist Martin Hummeland toppskjútti við 12 málum, men annars var eisini merkisvert, at VÍF móti endanum kendi seg kroyst til at seta Áka Olsen inn. Hann hevur verið burturi við skaða, men hóast nakað darvaður, so megnaði hann at skjóta trý mál, tær løturnar, sum hann var á vøllinum. Fyri H71 Halgir Dahl-Olesen 11 mál Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Føroyskir svimjarar til DM Svimjing Í gjár fóru tríggir svimjarar hjá Havnar Svimjifelag til Danmarkar, har teir skulu luttaka í DM kappingini fyri lið. Bogi Lenvig, sum er ein av svimjarunum, sigur við Sosialin, at hetta er ein avtala, sum er komin í lag við svimjifelagið, Brøndby Vester. Venjari hjá hesum felag er David Crawl, sum fyri tveimum árum síðani vandi Havnar Svimjifelag. Vit hava fingið játtað at stilla upp fyri felagið í DM-kappingunum komandi ár, og afturfyri svimja vit so við teimum í liðkappingini, sum verður nú, sigur Bogi. Um vónirnar til kappingina tykist Bogi at vera heldur ivasamur. Eg veit ikki rættiliga, hvar vit flóta, tí spenið ímillum einstøku svimjararnar er sera stórt, sigur hann um støðið í donsku liðkappingini. Umframt Boga Lenvig, er talan eisini um teir báðar, Dia Jacobsen og Jógvan Joensen. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Hálvur Tvørámaður á danska landsliðið Millum teir leikarar, sum týsdagin vórðu úttiknir til danska landsliðið var Marc Nygaard. Marc er hálvur tvørámaður Landsliðsúttøka Tá danski landsliðsvenjarin, Morten Olsen, týskvøldið boðaði frá, hvørjar leikarar hann hevði tikið út til landsdystin móti Týsklandi, vóru fleiri óvæntað nøvn á matarlepanum. Í donsku fjølmiðlunum varð mett, at mest óvæntaða navnið í hesum sambandi var langlimaði álopsleikarin, Marc Nygaard. Hálvur tvørámaður Frá einum føroyskum sjónarhornið er tað áhugaverda í hesum sambandi, at Marc Nygaard er hálvur føroyingur. Ivaleyst eru tað fleiri av lesarunum, sum minnast, at Marc Nygaard byrjaðu yrkisleið sína, tá hann fyri nøkrum árum síðani fór til Hollands, har hann hevði gjørt sáttmála við Heerenveen. Tá hevði Marc roynt seg á ymsum ungdómslandsliðum hjá Danmark, og fyrispurningar vóru eisini frammi, um hann ikki hevði hug at royna seg á føroyska landsliðnum. Mamman er av Tvøroyri, so eingir trupulleikar høvdu verið í hesum sambandi. Marc segði tó nei, tá hann varð spurdur um hetta. Grundgevingin var, at hann heldur vildi royna at koma á danska A-landsliðið, og nú hevur tað so víst seg, at tolsemi hansara hevur loyst seg. Sostatt kunndu tvørámenn nú breggja sær av, at teir eisini eiga ein leikara á danska landsliðnum. Tað er annars ikki so langt síðani, at tvørámenn, og suðuroyingar sum heild, mettu, at tað líktist ongum, at eingin suðuroyingur var á landsliði okkara. Marc Nygaard er framvegis at síggja í hollendskum fótbólti, har hann í dag spælir við Roda. Nýggjur leikari frá FCK Marc Nygaard var tó ikki einasti nýggi leikarin, sum Morten Olsen dróg úr hattinum týsdagin. Liðfelagin hjá Toda Jónsson, Niclas Jensen, var eisini millum teirra, sum landsliðsvenjarin hevði á orðið, tá liðið varð úttikið. Niclas spælir vanliga í vinstra verjuborði hjá FCK, og er sostatt tann FCK leikarin, sum á vøllinum hevur einamest samband við Toda Jónsson, sum spælir framman fyri hann. Samstarv teirra á vøllinum hevur mangan verið fyrimyndarligt, og framyvir verður tað helst ikki bert Todi, sum verður burtur frá í vinstru síðu, tá landsdystir standa á skránni. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo FCK tapti móti arvafíggindanum Todi Jónsson og liðfelagarnir máttu siga farvæl til donsku steypakappingina, tá teir á útivølli máttu lúta fyri Brøndby Dong-Cup Lagt varð upp til stórdyst, tá FCK mikukvøldið fór til Brøndby, har áttandapartsfinalan í donsku steypakappingini stóð á skránni. Saknðau stálið Tað var undan dystinum greitt, at FCK ikki kundi gera nýtslu av norska stálinum á miðvøllinum, Ståle Solbakken. Hann meiddi sær knæðið móti Viborg, og er enn ikki førur fyri at spæla við fullari megi. Skjótt gjørdist eisini greitt, at saknur var í norska spælskiparanum á FCK-miðvøllinum. Brøndby vann sær rættiliga skjótt eitt yvirtak á miðvøllinum, har serliga Mikkel Jensen skaraði framúr. Tað var eisini Mikkel Jensen, sum longu í fjórða minutti legði heimaliðið framum, tá hann sera hegnisliga legði bóltin í handara málhorn úr vinstru síðu. Royndu at trýsta Hóast talan ikki á nakran hátt var um ein keðiligan dyst, so var spælið seinastu 86 minuttirnar sera einstáttað. FCK royndi at trýsta, og teir komu eisini fram til einstakar møguleikar, men aloftast vóru teir ov seinir at skjóta, soleiðis at tað eydnaðist verjuni at koma ímillum. Hinvegin dúvaði Brøndby alla tíðina upp á skjót mótálop, og fleiri ferðir íkomu vandamiklar støður av hesum. Tað skuldi tó eitt hornaspark til, áðrenn Brøndby kundi sláa sigurin fastan, FCK verjan fekk ikki ruddað bóltin burtur, og so kundi Ruben Bagger senda bóltin í netið Tá vóru 57 minuttir leiktir. Todi Jónsson, sum var á vøllinum allar 90 minuttirnar, og hinir liðfelagarnir royndu framhaldandi at trýsta, men tað gjørdist meira og meira sannlíkt, at talan skuldi gerast um tap. Størsta møguleikan fekk FCK, tá tíðin var um at vera liðin. Zuma, sum av hyggjarunum hjá TV3+ varð kosin til besta leikara á vøllinum, varð rendur um koll í brotsteiginum. Suðurafrikanarin tók sær sjálvur av brotssparkinum, men málverjin vardi fyri veika skotinum, og so var sloppið hjá Brøndby. Málið hevði tó helst verið týdningarleyst, tí fá sekund seinni floytaði dómarin dystin av. Hugsað um superliguna Hóast tapið í steypakappingini, so munnu Todi og teir ikki hava mist vónina um eitt gott kappingarár. Í superliguni eru teir framvegis væl við í oddinum, og komandi umfarið skulu teir royna seg á heimavølli móti einum øðrum oddaliðið, Silkeborg. Ein sigur í hesum dysti kann fáa stóran týdning, tí oddaliðið, Brøndby, hevur samstundis truplan útidyst móti FCM. OB við Johan B. Hansen skal tá royna seg móti AB, meðan Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir skulu til Århus at spæla sera týdningarmiklan botndyst móti AGF. Óli Johannesen er framvegis sáttmálabundin at AGF, men roknað verður ikki við, at hann fer at vera nýttur, nú hann hevur gjørt sáttmála við Hvidovre. Sáttmálin tekur við 1. januar. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Badminton Annað umfar í Grand-Prix kappingini í Badminton varð leikt um vikuskiftið. Niðanfyri verða úrslitini úr kappingini prentað Gentur 11 ár 1 Brynhild Carlsson HBF 2 Konny Kass Jacobsen HBF Dreingir 11 ár 1 John André Niclasen ÍF 2 Jann Ellingsgaard ÍF Gentur 11-13 ár 1 Ulla í Dávastovu VÍF 2 Rannvá á Rógvu VÍF Dreingir 11-13 ár 1 Niclas Eysturoy HBF 2 Hilmar Kass Jacobsen HBF Gentur 13-15 ár 1 Lis Christoffesen Hansen VÍF 2 LÍv Reynheim VÍF Dreingir 13-15 ár 1 Thomas Rubeksen HBF 2 Gunnar Poulsen HBF Kvinnuunglingar 1 Ida Holm Berner HBF 2 Fríða Næs ÍF Mansunglingar 1 Dánial Vang ÍF 2 Thomas Rubeksen HBF Tvímansleikur kvinnur 1 Kristianna Thorkildshøj/Ingun Hansen HBF/Strálan 2 Guri Poulsen/Elsa Thorkildshøj HBF Tvímansleikur menn 1 Erland Poulsen/Rani í Líð HBF 2 Bjartur Lamhauge/Aksel Poulsen HBF Blandaður tvímansleikur 1 Kristianna Thorkildshøj/Rani í Líð HBF 2 Guðrun Jacobsen/Bjartur Lamhauge HBF Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Venjingin ger mun Stórur munur var á at síggja H71 spæla mikukvøldið í mun til dystin móti Kyndli um vikuskiftið. Eftir dystin hittu vit venjaran hjá hovyíkingunum, Sverra Jacobsen, og spurdu hann, hví hann helt at somikið stór broyting var í. Fyrst og fremst, so gjørdu vit alt ov nógv persónlig mistøk móti Kyndli.Hetta hava vit fingið broytt við venjingini. Fyrst og fremst tí uppmøtingin nú er betri. Hon hevur annars ikki altíð verið so góð, og tá fæst ikki tað optimala burturúr. Tá allir eru til venjingar, fáa vit vant betri, og hetta viðførir so eisini, at spælið fær bæði breidd og djúpd. Ein vandi hjá okkum hevur eisini verið, at leikarar eru ov ótolnir, og at tað tí aloftast verður talan um einmansavrik. Hetta var tó ikki galdandi í dag, har geisturin á liðnum var øgliga góður. Við støði í júst lidna dystinum, spurdu vit at enda Sverra, um teir nú eisini fara at venja brotskøst. Tað veit eg ikki. Tað var so einki avtalað frammanundan, hvør skuldi skotið, men tað bleiv so bara til tann, sum tordi best. Kanska hevði tað verið eitt hugskot, at hetta varð avtalað framman undan. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo VÍF ridlaði men stóð Tað var um reppið, at hovyíkingar fingu steðga sigursgongdini hjá vestmenningum, men tá tað kom til stykkis sigraðu rutinan og siðvenjan hjá oddaliðnum Hondbóltur H71-VÍF 33-35 (18-19) Tað var ikki tann stóra áskoðarafjøldin, sum hevði leitað sær niðan í Ítróttahøllina á Hálsi mikukvøldið. Kanska mundi tað vera Champions-League fótbóltur, sum gjørdi sítt til hetta, men helst mundi tað eisini vera tann sannroynd, at fá roknaðu við einum spennandi dysti. Vestmenningar hava higartil verið einaráðandi í kappingini, og hóast hoyvíkingar góvu teimum ein hvøkk fyri knøppum ári síðani, so var ikki annað enn ein útisigur væntandi. Útisigurin fingu vestmenningar eisini, men tað eftir bit, slit og tógvið stríð at hesin varð fingin til høldar. Alt byrjaði annars eftir ætlan, og áðrenn hovyíkingar høvdu litið seg í kring vóru gestirnir trygt á odda. Spakuliga fingu hoyvíkingar tó fótin fyri seg. Verjan fekk í nógv størri mun órógva vestmenningarnar, soleiðis at vanliga tempospæl teirra ikki kom ígongd. Í álopspartinum tóktist nú eisini at rigga betri, enn tað gjørdi móti Kyndli um vikuskiftið. Tann dystin bar Halgir so at siga allar byrðar í álopinum, men nú vóru brádliga fleiri, sum tóku við. Beiggin at stórskjúttanum, Rene, slapp fleiri ferðir leysur av vonginum, og í fyrra hálvleiki mundi úrtøkan liggja um 100%. Eisini Hallur Danielsen á miðjuni byrjaði at gera um seg. Fyrst og fremst við fríspælingum, men var eitt glopp í VÍF-verjuni, royndi hann at smoyggja sær ímillum. Tað tóktist, eins og vestmenningarnir ongantíð funnu rætta lagið í fyrra hálvleiki. Teir megnaðu tó at halda seg framman fyri allan hálvleikin á tamb, tó at munurin at enda bert var eitt mál. Hetta málið kundi kanska verið øvugtan veg, tí hoyvíkingar høvdu eisini verið so gestablíðir, at eitt brotskast varð sent á tvørstongina, soleiðis at VÍF ístaðin kundi skora í kontraálopi. VÍF venjarin man neyvan hava verið blíður í hálvleikinum, men hvat hann so enn man hava sagt, so hjálpti hetta ikki tað stóra. Hoyvíkingar hildu nevnliga fast um sítt spæl, og so við og við gjørdist tað púra greitt, at hesum dystinum ætlaðu teir sær ikki at sleppa. Sjálvsálit teirra hevði av álvara fingið eitt skump rætta vegin, og serliga í álopspartinum gjørdist hetta sjónligt. Teir tordu at bjóða av, tá tørvur var til tess. Dugdu at seta ferðina niður, tá hetta var neyðugt, men fram um vestmenningar komu teir ikki. Omanfyri er nevnt, at hoyvíkingar í fyrra hálvleiki brendi eitt týdningarmikið brotskast, og júst hetta við brotskøstum kom eisini at merkja avrik teirra. Tvær ferðir høvdu hoyvíkingar nevnliga møguleika at leggja seg á odda. Hetta var tá teir við javnstøðu, ávíkavist 23-23 og 28-28 fingu møguleikan úr 7 metrum, men í báðum førum gjørdist trýstið á skjúttunum ov stórt, og so kundu teir hjá VÍF aftur smoyggja sær framum. At nógv stóð á hjá vestmenningum er einki at ivast í. Helst hevði Hjalmar Klein Olsen ikki ætlað tað, men fram móti dystarenda sá hann sær eingi onnur ráð enn at senda fyrst Johnny Joensen og síðani Áka Olsen á vøllin. Tilsamans skutu teir báðir seks mál. Seks sera týdningarmikil mál, sum avgjørt høvdu alstóran týdning fyri úrslitið. Serliga mundi næsta skoringin hjá Áka vera týdningarmikil. Nærum liggjandi fekk hann av veinginum beint bóltin í málið til 32-31, samstundis sum hann fekk Rene Dahl-Olesen út í tveir minuttir, tí hann hevði skumpað Áka í skotroyndini. Hetta tók líka sum luftina frá hoyvíkingum, og tá VÍF efitr hetta hetta fekk økt leiðsluna upp í tvey mál var at kalla leyst og liðugt. Hóast tapið, so eiga hoyvíkingar at finna nógvar positivar lutir í avrikinum mikukvøldið. Framgongdin, sum hevur verið sjónlig hetta kappingarárið, fekk eitt kvink uppeftir. Tað sama gjørdi sjálvsálitið, og úrslitið sendi greið boð til hini liðini um, at hoyvíkingarnir skulu takast í álvara. Ikki minst, tá Stefan Dorofte aftur verður tøkur. Hinvegin sýndi dysturin kanska eisini, hvør munurin er á VÍF og so restini. Breiddin á VÍF liðnum er so nógv størri, enn hon er hjá hinum liðunum. Sjáldan er tað ein leikari, sum øll ábyrgdin hvílir á, tí allir eru teir vandamikilir, um teir fáa loyvi til tess. Nærum altíð er tað onkur einstaklingur, og sjáldan tann sami, sum hevur ein góðan dag, og sum er førur fyri at avgera dystin. Hesu ferð var tað Martin Hummeland, skaraði framúr. Skotini av veinginum vóru nærum ógjørlig at verja fyri, og vandin í skjótálopunum lúrdi alla tíðina. Tá so Áki og Johnny aftur eru 100%, hevur venjarin enn tveir trumfar at spæla upp á, og so er bert spurningurin um at spæla rætt út. Hinvegin, so prógvaðu hovyíkingar, at tað ikki er ógjørligt at koppa oddaliðnum, og hetta eru helst eini boð, sum verða væl móttikin av hinum liðunum í deildini. Dysturin í tølum Málskjúttar: H71: Halgir Dahl-Olesen 11(2), Hallur Danielsen 8, Rene Dahl-Olesen 7(1), Anfinn N. Debes 5(1), Olaf Vestergaard 1, Tróndur Vatnhamar 1 VÍF: Martin Hummeland 12, Sámal Joensen 6(1), Ingi Olsen 4(1), Johnny Joensen 3, Áki Olsen 3, Agnar Joensen 2, Petur Fr. Joensen 2, Sjúrður Holm 1, John Zachariasen 1, Harald Bjørgvin 1 Brotskøst: H71 7, VÍF 3 Útvísingar: H71 5, VÍF 3 Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen. Greiddu eina ikki alt ov lætta uppgávu væl, men tóktust til tíðir heldur erkvisnir við dømingini. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Bílig loysn fór fyri skeyti Býráðið vildi ikki lata stuðul til bowlinghøll millum HB- og B36-húsið. Nakað sum kundi bøtt um akutta hallartrupulleikan í høvuðsstaðnum Ítróttahallir Áðrenn tað varð avgjørt, at nýggja bowlinghøllin skuldi verða í bygninginum hjá Thomas Dam uppi á Hálsi, vóru aðrar ætlanir eisini frammi. Mest ítøkjuliga av hesum var ætlanin, sum felagið aftan fyri bowlinghøllina saman við HB og B36 arbeiddu við. Eisini venjingarhøll Í stuttum kann sigast um hetta, at ætlanin var, at nýggjur bygningur skuldi gerast millum HB- og B36, og skuldi bowlingin her leigað seg inn í ovaru hæddini. Niðara hæddin skuldi so nýtast til eina venjingarhøll, sum fótbóltsfeløgini skuldi nýta til innandura venjingar sínar. Atgongd hevði verið til høllina úr báðum fótbóltshúsunum, og tí hevði ikki verið neyðugt við øðrum íløgum enn til sjálva høllina. Ætlanin datt tó niðurfyri, tí Býráðið ikki vildi játta stuðul til høllina, og tí er Bowlinghøllin nú uppi á Hálsi. Taktiskt vánaligt Gunnar Mohr, sum er formaður í Havnar Bóltfelag, sigur at umsóknin tá varð noktað, tí tað varð mett, at fótbólturin hevði fingið nóg mikið. Tá avgerin varð tikin, hava býráðslimirnir helst bert hugsað um, at talan her varð um pening til fótbóltin. Nakað annað, er ein avleiðing av hesum vildi verið, at hondbólturin hevði nógv fleiri hallartímar. Hevði høllin verið veruleiki, høvdu bæði HB og B36 farið úr Ítróttahøllini á Hálsi, og vildi hetta merkt, at 16 tímar eyka vórðu tøkir hjá øðrum ítróttagreinum, sigur Gunnar Mohr. Víðari vísir hann á, at HB eisini leigar Badminton-høllina 10 tímar um vikuna. Tímar, sum eisini tá høvdu verið tøkir til onnur endamál. Harumframt kundu eitt nú fimleikafeløg eisini hugsast at verið áugað í tímum í nýggju høllini, so alt í alt hevði hetta bøtt nógv um tørvin á hallartímum, heldur Gunnar Mohr. Í hesum sambandi kann leggjast afturat, at hondbóltsfeløgini uttan iva høvdu havt økta tímatalið fyri neyðini. Eitt nú sæst í dag skelti í Ítróttahøllini á Hálsi, har Hondbóltsfelagið Neistin frábiðjur sær fleiri børn í ávísum aldursbólkum. Hetta tí venjingarumstøður ikki eru til børnini. Eg eri ikki í iva um, at høllin sostatt hevði komið nógvum til góðar, so eg vil siga, at tað var ein taktistk vánalig avgerð av Býráðnum, sigur formaðurin í HB at enda. Til upplýsing kann nevnast, at stuðulin, sum talan var um í umsóknini, var upp á 500.000 kr. Øll onnur fíggin var fingin til vega, og leigusáttmálin við Bowlinghøllini lág klárur til undirskrivingar. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Høllin er slitin Ítróttahøllin á Hálsi í Havn er nógv slitin eftir 30 ára nýtslu. Trupulleikin er, at eingin peningur fæst til eina endurnýggjan av høllini Ítróttahøllir Áskoðarar, sum hava hugt at hondbólti í Havn í vetur, hava helst lagt til merkis ein heldur keðiligan trupulleika við Ítróttahøllini á Hálsi. Javnan verða boð send eftir teimum, sum hava ábyrgdina av góldinum, tí tað lekur úr loftinum uppi yvir málteigunum. Takið var betri ógjørt Birgir Sondum, sum er annar av hallarvørðunum, ásannar eisini, at høllin treingir til eina andlitslyfting. Høllin er hóast alt 30 ára gomul, og í roynd og veru er hon ongantíð dagførd. Teir hentleikar, sum krevjast av eini ítróttahøll hava vit als ikki. T.d. er nú ein ítróttabreyt í fólkaskúlanum, og skulu vit hýsa hesi, eiga vit at hava mini-mál, kurvar til kurvabólt, net at byta høllina sundur o.s.fr. Tað einasta, sum er gjørt við høllina hesi árini, er, at so hvørt okkurt er farið, er hetta umvælt, men heldur ikki meira. Fyri einum tveimum árum síðani skiftu vit klædninginin á síðuni, sum vendir móti Tórsvølli og helvtina av síðursíðuni. Tá komu vit eftir, at arbeiðið við at umvæla takið, sum varð gjørt, als ikki er í lagi. Satt at siga, so var arbeiðið betri ógjørt. Serliga tá stormur er av vesturi, er støðan ring, og tá lekur illa við bæði málini. Tað, sum vit hava gjørt, er at vit hava roynt at tett teir lekarnar, sum eru, og túsundtals krónur eru í hesum sambandi nýttar til Sikaflex, men í roynd í veru er bert ein útvegur. Neyðugt við minst 4 mió.kr. Tað, sum Birgir sipar til í hesum føri, er sjálvandi, at takið á høllini eigur at verða skift. Hann greiðir frá, at fyri at eftirkanna, hvussu standurin á høllini var, gjørdu teir tá eina verkætlan, sum hevði til endamál at gera eina allýsing av støðuni hjá høllini, so yvirlit kundi fáast yvir, hvat arbeiði er neyðugt, til tess at nútímansgera høllina. Hesa verkætlan fíggjaði høllin sjálv, og vóru vit eitt nú á kunningarferð í Danmark, har vit hugdu at bæði yngri og eldri hallum. At enda settu vit eina kostnaðarmeting upp, og sýndi hendan, at tann upphæddin, sum talan er um, er einar 4 mió.kr. Tá meta vit okkum eisini hava eina høll, sum livir upp til tey krøv, sum í dag verða sett eini slíkari, sigur Birgir. Av kanningini, sum tá varð gjørd, framgongur eisini, at nakað eigur at henda við høllini skjótt. Millum annað verður sagt, at verður hetta ikki gjørt innan trý til fimm ár, er vandi fyri, at hetta kann gerast ógvuliga kostnaðarmikið. Minnast skal í hesum sambandi til, at tað nú eru tvey ár síðani, at kanningin varð gjørd, og tað nú fer at líkjast eini bráðneyðugari loysn. Eingin varandi loysn Hjá hallarvørðunum er støðan tó tann, at síðani hesa verkætlan er so at siga einki hent. Býráðið setti sjálvt eina líknandi kanning í verk. Niðurstøðan var hin sama, tó at kostnaðurin tá var nakað hægri, men tað tykist ikki vera ivamál um, at høllin treingir til eina høvuðsumvæling. Ynski frá okkara síðu fyri tveimum árum síðani var nóg so greitt. Sum er, so fáa vit eina árliga upphædd til raksturin av høllini. Hendan nøktar so tann tørvin, men talan er ikki um pening til nakrar íløgur ella nýgerðan av høllini. Ein upphædd upp á 5 mió.kr. ella meira ljóðar kanska av nógvum, men hetta nýtist heldur ikki at verða goldið í einum. T.d. kundi arbeiði verið gjørt yvir fleiri ár, soleiðis at vit um kanska 10 ár høvdu eina góða ítróttahøll. Tá hevði talan verið um eitt miðvíst arbeiði, sum kundi verið gjørt. Í dag er talan bert um fyribilsloysnir, og í longdini er hetta eisini frustrerandi hjá okkum, sum arbeiða her. Eigur at vera ein stoltleiki At enda sigur Birgir, at hann annars er sera harmur um, at málið nú tykist vera parkerað á Býráðnum. Høllin er eftir mínum tykki ein somikið stórur partur av Havnini, at ein góð og vøkur høll vildi verið ein stoltleiki fyri Havnina. Talið av vitjandi liggur helst um tey túsund um dagin, og tí meti eg ikki, at politikkararnir kunnu loyva sær at gloyma hetta mál. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Støðan, 1. deild menn Úrslit: H71-VÍF 33-35 Nýggjur Corsa - líkist sær sjálvum uttaná Corsa er ein av best umtóktu Opel bilum. Fyrsti Corsa kom á marknaðin í 1983, og framleiddir eru meira enn 9 milliónir bilar síðan tá. Hesin seinasti er triðja ættarlið av Corsa. Bilar Magnus Gunnarsson Størri bilur Hóast hesin nýggi Corsa líkist tí fyrra, er talan um ein heilt nýggjan og rúmligari bil. Av tí at tann fyrri Corsa bleiv ein "succes", hava teir ikki vilja broytt útsjóndina ov nógv. Størsta broytingin í útsjóndini er aftan, har baklyktirnar eru á hædd við bakrútin, sum á t.d. Ford Focus. Hesin nýggi er ein størri og betri bilur, ið er rúmligari, meira ljóðleysur, og hevur sera góðar koyrieginleikar. Nógv trygdarútgerð Bilurin er góður at sita í, alt virkar væl, instrumentini eru týðulig, og alt er lætt at umgangast. Corsa hevur somu trygdarútgerð sum vanliga er í størri bilum, við t.d. aktivum nakkapútum, dupultum airbag, síðuairbag og trygdarbjálkar í hurðunum. Skipanin við hurðalásunum er sera trygg, og ringt verður at bróta inn í ein Corsa, ið eisini hevur eina effektiva startsperru. Easytronic Umframt manuelt og automatiskt gear, fæst Corsa eisini við Easytronic, ið bæði er manuelt og automatiskt gear. Við Easytronic ber til hjá bilføraranum at skifta gear við at koyra undir gearstongina frameftir til hægri gear, og aftureftir til lægri gear, ella hann velur at koyra heilautomatiskt. Seks motorstøddir Íalt eru seks motorar at velja í, fýra bensin og tveir diesel, sum allar lúka tey strongu krøvini til dálking í 2005. Bensinmotorarnir eru hesir: 1,0 litur / 58 hk, 1,2 litur / 75 hk, 1,4 litur / 90 hk, 1,8 litur / 125 hk, og dieselmotorarnir eru 1,7 D / 65 hk og 1,7 TD / 75 hk. Corsa frá 1,4 l motorinum og uppeftir hava elektriska servostýring sum standard. Bilurin á myndunum er ein 1,4 litur Sport við 90 hk. Hann hevur til dømis tokulyktir framman, radio við fløguspælara, hvít instrumentir, alu-look panelir og gearknøtt, umframt vanligu standardútgerðina. Corsa verða gjørdir við 3 og 5 hurðum, og fáast í útgávunum Family, ið er standard útgávan, Comfort, Sport, Elegance og GSi. Corsa hevur 12 ára garanti móti gjøgnumtering. Bil og Dekkverkstaðurin í Kollfjarðardali Á Statoilstøðini í Kollfjarðardali er ein verkstaður í norðara endanum, sum hevur verið leigaður út til ymisk endamál sum hava havt við bilar at gera. Bilverkstaður Magnus Gunnarsson Eina tíð var Toyota verkstaður har, Bileftirlitið og FDM hava eisini verið har, umframt fleiri onnur. Síðan 1995 hava SP/F Rag-Vag, Bil og Dekkverkstaðurin v/ Ragnar P. Joensen og Vagnur Johannesen leigað bilverkstaðin. Rag-Vag Rag-Vag er ikki navnið á einum bólki sum spælir til undirhald, men er ein stytting av Ragnar og Vagnur, sum báðir eru úr Kollafirði. Teir gingu í barnaskúla saman og hava báðir drúgvar royndir innan bilstarvsgreinina. Ragnar er útlærdur bilsmiður, og byrjaði at læra á bilverkstaðnum á Statoilstøðini og arbeiddi nógv ár hjá Bilasøluni Norrønu, meðan Vagnur hevur sína útbúgving innan handil. Stór dekksøla Áðrenn bergholið millum Signabø og Kalbaksbotn varð tikið í brúk, fór øll ferðsla til og úr Havnini framvið støðini í Kollfjarðardali. Enn er tó nógv ferðsla tann vegin, og skjótt er at koyra frá rundkoyringini í Kollafirði til Statoilstøðina. Dagliga arbeiða tríggir mans á verkstaðnum, har teir skifta olju, dekk og útstoyt, eins og arbeitt verður við róðurgreiðum og bremsum. Eisini hava teir eina stóra dekksølu, har teir selja fleiri sløg av dekkum, umframt at teir umboða Hankook dekkini, og selja dekk í heilsølu til bilverkstøð kring landið. Selja meiri píkadekk Hesa árstíðina hava teir úr at gera við at gera vetrardekkini klár. Tá vit spyrja um hvussu býti er millum píkadekk og lamelldekk, siga teir at sølan av píkadekkum liggur um eini 60% av samlaðu søluni av vetardekkum. Møguliga kemur tað av at kundarnir hjá teimum koyra meira millum bygdir, og tí heldur vilja hava píkar undir bilinum. Við at geva eina góða service hevur Bil og Dekkverkstaðurin nógvar fastar kundar sum hava lastbilar og bussar, umframt fleiri fyritøkur. Í fjør fóru teir sum nakað nýtt at selja Kreidler skootarar. Smátíðindi Accord nr.1 Í kappingini um >>International Engine of the Year 2000<< bleiv Honda Accord 1,8 VTEC nr.1 í motorstøddunum frá 1,4 til 1,8 litur, fyri góða orku, og at vera sparin við brennievni. Kelda: Honda Auto Import A/S VW Passat - nú meira elegantur Nú fýra ár eftir at núverandi VW Passat kom á marknaðin, verður hann nakað broyttur í útsjónd, og meira elegantur at síggja til, við nýggjum motorum og meira útgerð. Bilar Magnus Gunnarsson Broyttur aftan og framman Framman hevur Passat fingið nýtt design, við broyttum kølaragittari við krom rammu, dupultum forlyktum við klárum glasi. Aftan er designið eisini broytt, við nýggjum baklyktum, ið klæða væl til bilin. Innan eru fleiri broytingar og meira trygdarútgerð. Størri motorar Flestu motorarnir hava fingið meira hestakreftir, eins og fleiri nýggir motorar eru á skránni, bæði bensin og diesel. Størsti motorurin er ein V6 við 193 hk, ið fæst við fýrahjólstrekkinum "4 MOTION" sum standard. VW Passat verður sýndur fram á altjóða bilaframsýningini sum er í Bella Centrinum í hesum døgum. Vit fara at hyggja nærri at Passat'inum tá hann kemur til landið, og fáa hann royndarkoyrdan. >>Trygdin í vanda<< >>Trygdin í vanda <<, sigur landstýrismaðurin í Fiskivinnumálum í leygardagssosialinum. At fiskimálaráharrin nú fer at tosa um trygd, tí eitt skip fyri 100 mill. kr. liggur í Noregi, tykist Maskinmeistarafelagnum heldur løgið. Felagið hevur í fleiri ár strongt á, at tey lógarkravdu førleikakrøvini á sjónum vórðu hildin av myndugleikunum, soleiðis at trygdin varð sett í hásæti, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás. Vit hava tíverri nógv dømi um, at myndugleikin er skjótur at slaka í sínum egnu lógarásettu krøvum, hóðast Maskinmeistarafelagið hevur mælt frá, júst við atliti at trygdini hjá manning og skipum. Fiskimálaráharrin umsitur hesi málsøkið eisini, men tað hevur kanska ikki so stóran áhuga, tí tað fer eisini at raka reiðararnar. Spæla við trygdini Um nakar hevur spælt við trygdini hjá sjófólki, eru tað politikararnir og landsstýrini, sum hava umsitið Vaktar-og Bjargingartænastuna tey seinastu árini. Teir hava fleiri ferðir "selt skinnið áðrenn bjørnin er skotin". Fyrst seldu teir ÓLAV HALGA fyri spottprís uttan at hava annað skip klárt. Harnæst keyptu teir NÓLSOYAR PÁLL, sum ongantíð fekk loyvið til at sigla. Síðani vórðu fyrst NIM og so GORM leigaðir - hvørgin teirra egnaður til endamálið - og at enda varð GORM sendur av landinum áðrenn viðurskiftini við BRIMLI vóru komin uppá pláss. At ein landstýrismaður síðani fer at geva fakfeløgunum skuldini fyri væntandi trygd, tí at tey ikki vilja góðtaka hvat sum helst frá Fíggjarmálastýrinum, er heilt burturvið. Tað sær út til, at Landsstýrið heldur seg vera einaráðandi part í hesum máli og at teirra harraboðum skulu øll rætta seg eftir. Landsstýrið hevur goldið kvarta mill. kr. fyri at fólk kundu ferðast til Noregs at vera við til at doypa BRIMIL og løgtingið hevur játtað hálva mill. kr. fyri at sjómansskúlanæmingar kundu fáa siglingstíð við øðrum skipi, so tað sær ikki út til, at tað er peningamangul hjá Landsstýrinum. BRIMIL - jólatrøll ella nýggjur Nólsoyar Páll ? Fagfeløgini hava fullan rætt til at nokta limum sínum at sigla við BRIMLI so leingi eingin sáttmáli er. At siga, at fakfeløgini seta seg upp ímóti landsins myndugleikum er eisini heilt burturvið, tí okkum vitandi er demokratiið framvegis galdandi í Føroyum. Um BRIMIL verður jólatrøll ella ein nýggjur NÓLSOYAR PÁLL kann bert tíðin vísa. Tórshavn, 07.11.2000 Vegna Maskinmeistarafelagið Finnleif Guttesen formaður Tummas Eli H. Joensen Barnaansing og ungdómspolitikkur Sum samfelagið er samansett, liva flestu føroyskar familjur av tveimum inntøkum. Tí er neyðugt, at barnaansingin er so væl fyriskipað, at foreldrini eru væl nøgd við skipanina, hvør hon so enn er. Dagrøktin kann víðkast og fáa betri umstøður at virka undir. Ein víðkan av dagrøktarskipanini kundi verið, at møguleikar vóru til frítíðarskúla. Børnini, ið ganga í 1. og 2. flokki eru sum er, í dagrøkt aftaná skúlatíð. Men betur var um tey kundu fari í ein frítíðarskúla; vegna tað, at aldursmunurin á børnunum 1. og 2. flokki og tey minstu í skipanini er so stórur, hevði hetta verið ein betran av skipanini. Ein spælistova er eisini eitt, ið skal vera í einari dagrøktarskipan, annars verður trubult at fáa skipanina at virka á besta hátt. Alternativið er, at barnagarður verður bygdur. Umráðandi er tó, at loysnin ið verður vald, liggur innanfyri fíggjarorkuna hjá kommununi. Kannast má eftir, hvat ið loysir seg best hjá bæði kommununi og hjá foreldrunum. Sjóvar Kommuna er væl fyri, tá haugsað verður um bygdahúsið og tey tilboð, ið har kunnu gevast okkara fólki. Her kundi verið onkur samskipan av aktivitetum til ungdómin, soleiðis, at tey ið kanska ikki hava so stóran áhuga fyri ítrótti, eisini kundu fingið okkurt tilboð, tó alt gott um ítróttin og skal hann eisini hava góðar umstøður at virka undir. Ólavur í Beiti - beiti@post.olivant.fo Tjaldrið eftir Brimli Um ikki Fíggjarmálastýrið og feløgini finna eina semju, er hugsandi, at Tjaldrið verður sent til Noregs at sleipa nýggja vaktarskipið, Brimil, sum hevur ligið í Noreg í tríggjar vikur, heim Ein møguleiki er at senda Tjaldrið til Noregs eftir Brimli, um eingin loysn verður funnin nakað skjótt, sigur Elmar Højgaard, stjóra á Vaktartænastuni. Tað er Fiskimálastýrið, sum stendur sum skrásettur eigari av nýggja vaktarskipinum, men tað er Vaktartænastan, sum er reiðari, og tí var hesin spurningur settur stjóranum á Vaktartænastuni. Og Elmar Højgaard tekur undir við, at Brimil má fáast sum skjótast at loysa frá bryggju og setast í ta tænastu, sum vaktarskipið er ætlað. Norsk bløð skriva Og til sama spurning sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, at tað er sjálvandi hansara ætlan at fáa vaktarskipið hendavegin og so skjótt, sum gjørligt. Sambært Jørgen Niclasen eru fleiri møguleikar at fáa Brimil til Føroya, men hann vil ikki koma nærri inn á, hvussu hetta skal gerast. Tað allarbesta er sjálvandi, at Fíggjarmálastýrið og feløgini koma til eina semju, so skipið fær siglt sjálvt heim, metir fiskimálaráðharrin. Tað seinasta nýggja er, at nú eru norsk bløð farin at skriva um Brimil, og m.a. verður sagt í onkrum blað, at støðan er ikki verri enn so, at manningin umborð hevur okkurt til matna enn. Men tó at endalig støða ikki enn er tikin um, at fiskimálaráðharrin gevur Vaktartænastuni boð um at fara eftir nýggja vaktarskipinum, so er hetta ein møguleiki sum hevur verið nevndur nakrar ferðir. Ein annar fyrimunur við at fáa Brimil heim til Føroya er, at vaktarskipið rindar ikki bryggjupengar í Føroyum - eins og tað ger í Noreg. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Landsstýrið forsømt at fáa viðurskiftini í rættlag Hóast tað í 1997 var greitt, at nýggj kunngerð mátti gerast fyri sernámsfrøðisliga virksemið, eftir at Sernámsdepilin varð settur á stovn, er eingin kunngerð komin enn Tá Sernámsdepilin fór at virka frá árbyrjan í 1998 var greitt, at neyðugt var við eini nýggjari kunngerð og at greiða mátti á starvs- og setanarviðurskiftunum á nýggja stovninum. Men hóast politiski myndugleikin hevur havt trý ár um at fáa hesi viðurskifti í rættlag, er einki komið upp á pláss av hesum, og tað er millum annað av hesi orsøk, at løgfrøðingar ivast í løgfrøðisliga grundarlagnum undir stovninum. Síðani 1997 hava fýra mans sitið í landsstýrissessinum í undirvísingarmálum, og tann nýggjasti av teimum, Torbjørn Jacobsen, fer nú at seta eina kanning í verk av viðurskiftunum á Sernámsdeplinum. Ætlanin er, at hendan kanning skal staðfesta, hvat tað er, sum er farið fram, síðani Sernámsdepilin varð settur á stovn og fram til dagin í dag. Kunngerð neyðug Í 1997 fór umsitingin hjá landsstýrinum undir arbeiðið at leggja Skúlan á Trøðni og Sernámsfrøðisligu Ráðgevingina saman til tað, sum varð rópt eina fyrisitingarliga, námsfrøðisliga og fíggjarliga eind. Landsskúlastjórin, Hensar Ellingsgaard, gjørdi eitt upprit til landsstýrismannin, Eilif Samuelsen, um samanleggingina, og síðani fekk John Rajani - sum nú er løgmansskrivari - til uppgávu at gera eitt upprit um, hvussu samanleggingin kundi gjøgnumførast. Í oktober mánaði var arbeiðið hjá John Rajani liðugt, og tað var latið landsstýrismanninum. Í hesum uppriti verður staðfest, at neyðugt var við nýggjari kunngerð, tá Sernámsdepilin skuldi fara at virka. Mett verður framvegis, at tað ikki er neyðugt ella rætt at gera serstaka lóg fyri sernámsfrøðisliga virksemi, men nýggj kunngerð má gerast. Uppskot um nýggja kunngerð eigur at verða gjørd skjótast gjørligt, helst í summar, skrivar John Rajani í uppritinum. Fyrr í ár varð ein nýggj kunngerð umsíðir gjørd, men hon er ongantíð sett í gildi, og Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sigur í eini meting um skúlan, at tað vantar fullkomiliga lógarheimild fyri at innskriva og undirvísa næmingum á einum sonevndum Sernámsdepli. Starvsviðurskiftini upp á pláss Uppritið um Sernámsdepilin frá oktober í 1997 viðger eisini setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum á nýggja Sernámsdeplinum. Uppritið ger greitt, at samanleggingin av Skúlanum á Trøðni og Sernámsfrøðisligu Ráðgevingina setir nógvar spurningar um setanarviðurkskiftini. Fyri at fáa greiði á øllum viðurskiftum verður helst neyðugt at taka starvsfólkaviðurskiftini hjá øllum starvsfólkunum í Sernámsdeplinum til viðgerðar, skrivar John Rajani í uppritinum. Hann sigur, at uppskot má gerast fyri, hvørji størv skulu vera, starvslýsing eigur at verða gjørd fyri hvørt einstakt starv, uppskot má gerast um starvstreytirnar, og samráðingar mugu takast upp við fakfeløgini hjá ymsu starvsbólkunum. Men hóast hesa staðfesting í uppritinum frá 1997, eru starvsviðurskiftini á Sernámsdeplinum framvegis ógreið, og millum annað ivast løgfrøðingar í heimildunum at gjalda løn til nógv av starvsfólkunum. Í síðstu viku fingu ógreiðu viðurskiftini og umrøðan av hesum leiðsluna á Sernámsdeplinum at siga seg úr starvi. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Sundstein: Sjálvandi ymiskar orsøkir Jógvan Sundstein ætlar sær nú at seta seg betri inn í arbeiðsháttin hjá nevndini, áðrenn kemur við veruligum viðmerkingum um kanningina Jógvan Sundstein, sum var ein av løgmonnunum í áttatiárunum, sigur, at hann ikki er heilt samdur við niðurstøðuni hjá §-19 nevndini, men hann vil seta seg betri inn í kanningina, áðrenn hann kann gera ítøkiligar viðmerkingar. Sjálvandi vóru tað fleiri ymiskar orsøkir til, at tað endaði við eini kreppu eftir áttatiárini, heldur fyrrverandi løgmaður. Hann vísir á, at §19-nevndin hevur havt 55 fundir, og harvið hevur nevndin arbeitt seg fram til at hava eina meining um áttatiárini. Jógvan Sundstein ætlar sær nú at seta seg betri inn í arbeiðsháttin hjá nevndini, og tað sum hon fann fram til, áðrenn kemur við veruligum viðmerkingum um kanningina. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Ikki partískur . Í blaðnum í gjár høvdu vit samrøðu við Ingeborg Vinther, formann í Føroya Arbeiðarafelag, um valið av Jógvani Andreasen sum Løgtingsins Umboðsmann. Í greinini sigur Ingeborg Vinther, at hon metir ikki Jógvan Andreasen vera rætta valið til hetta starv. Hon heldur tó ikki, at hann hevur verið partískur mótvegis fakfelagsrørsluni, sum tað annars kom fram í greinini. Nøvn í vikuni Í morgin kunnu hjúnini Óluva og Elias Jacobsen við Gjónna á Strondum halda gullbrúdleyp og tað merkir stutt, at tey hava verið gift í samfull 50 ár. Gullbrúdleyp Elias er ættaður úr lítlu bygdini Kollbeinagjógv, vestantil, innanfyri Raktanga og tvey tey fyrstu árini í hesum 50 ára hjúnalagi búðu tey eisini í Kollbeinagjógv. Óluva er ættað úr Nólsoy og hon er dóttir Petru og Clæmint Jacobsen. Klæmint navnið fylgdi við inn á Strendur, tá elsti sonurin varð føddur og doyptur. Tey eiga fýra børn. Elst er dótturin Katrin, síðan kemur Klæmint, Laura og Óli. Elias sigldi sum ungur, men legðist uppi á landi, tá hann fekk starv sum sjafførur hjá norðmanninum Sverre Jørgensen, sum hevði sítt virksemi í Havn. Seinni fór Elias at koyra fyri Kassamenninar á Strondum, eisini lastbil. Síðan fór hann at arbeiða á Skála Skipasmiðju og her koyrdi hann eisini strandingar, sum arbeiddu á Skála. Óluva arbeiddi sum ung í Havn. Hon var í húspláss, arbeiddi eitt skifti á apotekinum og var eisini á Sjómansheiminum. Meðan tey vóru forlovaði sigldi Elias úti. Hann sigldi við eini skonnart við frakt og skipið kom eisini á Havnina. Tá var samskiftið ikki so gott sum í dag og ein morgun sær hon gjøgnum vindeyga í Hornabø skonnartina við bryggju. Drúgv tíð gekk og onki sást til Elias. Hon fór at ótolnast og ringdi heim á havnarskrivstovuna at frætta um skipið. Gamli havnarmeistarin Sofus undraðist á, at ein kvinna spurdi um tílíkt og svaraði álvarsamur: "Jú hetta er skipið sum tygum spyrja um, men hvat eru ørindini, vilja tygun hava skipið flutt? Gullbrúdleypið verður hildið í Pensionistahúsinum á Strondum. je Jústinus formaður Á aðalfundi hjá Føroya Blaðmannafelag seinasta leygardag var Jústinus Eidesgaard, tíðindaleiðari á Sosialinum valdur til nýggjan formann. Allir tríggir nevndarlimirnir løgdu frá sær á fundinum, sum tískil mannaði nýggja nevnd. Í gomlu nevndini sótu Randi Jacobsen, blaðkvinna á Dimmalætting, Sveinur Tróndarson, blaðmaður á Sosialinum og Ingun Olsen, sjónvarpskvinna. Í nýggju nevndini eru umframt formannin, Jústinus Eidesgaard, Eli Guttesen, blaðmaður á Dimmalætting og Katrin Petersen, sjónvarpskvinna. Jústinus Eidesgaard er 43 ára gamal, hann er ættaður úr Oyndarfirði, sonur Leiv og Bodil Eidesgaard, sum bæði eru úr Oyndarfirði. Jústinus er útbúgvin blaðmaður frá Danmarks Journalisthøjskole í 1982. Áðrenn hann fór niður arbeiddi hann á Dagblaðnum eitt skifti í 1976-77. Árið eftir var hann til skips og koyrdi kravkúgv á Lambareiði. Meðan hann var á skúla var hann í starvsvenjing á Thisted Dagblad og á Dimmalætting. Liðugur á skúlanum fór hann á Tingakross í 1982 og var har til hann í 1990 kom í starv her á Sosialinum. Hann hevur tó seinastu fýra árini verið hjálparmaður hjá prestinum í donsku sjómanskirkjuni, fyrst í Singapoore og síðani í Hamburg. Jústinus er giftur Poulu, fødd Simonsen úr Havn. Tey eiga hvør sítt barn, Poula 18 ára gamla Edvard og Jústinus 12 Fría. Høvuðsmálini, Jústinus ætlar sær í holtur við sum formaður í Blaðmannafelagnum, at at savna øll fjølmiðlafólk í Føroyum í eitt felag og at vinna teimum góð eftirlønarviðurskifti. Birgir Kruse - birk@post.olivant.fo CREAMY - EITT FYRIBRIGDI Í DONSKUM TÓNLEIKI FLØGA Rannvá og Rebekka leggja barnasangirnar á hillina. Nú eru tær 14 Ein summardag í fjør komu tvær gentir inn á gólvið hjá plátufelagnum RecArt Music, ógvuliga smædnar. Hóast hetta, vildu tær hitta stjóran, her og nú. Tær høvdu nakrar sangir, sum hann skuldi hoyra. Saman við framleiðarunum "Darwich & Garcia" høvdu tær fest á band fimm sangir. Hetta vóru sangir, sum vóru ógvuliga vælumtóktir millum børn - "Æblemand" var ein teirra. Stjórin í plátufelagnum - sum aldri áður hevði havt vitjan av so ungum stjørnum - var upp í loft beinanvegin. Innan eitt samdøgur var ummliðið høvdu tær báðar genturnar ein plátusáttmála. Nú byrjaði eitt spennandi ævintýr, har høvuðsinnihaldið er at Creamy eftir einans fýra mánaðum kundi breggja sær av at verða ársins mest selda fløga í Danmark, og at tær báðar Rannvá og Rebekka fingu eina Grammy-virðisløn fyri ársins bestu barnaútgávu. Creamy er yngsta navn, ið nakrantíð hevur fingið hesa virðisløn. Restin er søga, sum tey plaga at siga úti í stóru verð. Men tó, Creamy - tað er Rannvá og Rebekka - halda á. Eftir metsølu av fyrstu fløguni, vóru tær at hoyra víða hvar í summar, tá tilsamans 700.000 áskoðarar hoyrdu tær. Millum annað á sonevndu "Grønu koncertunum" og tiltakinum "Åh Abe". Creamy er higartil best eydnaða tiltak av sínum slag, um ein kann nevna hetta eitt tiltak. Og kanska er tað ikki so løgið. Teirra útstráling, scenuapearance og image sum tey siga í bransjuni, og røddir teirra eru nakað heilt fyri seg. Teirra framførsla á palli er á altjóða støði, sum eisini kundi staðfestast í sjónvarpssendingini "Musikbutikken" hjá Keld Heick síðsta leygarkvøld á DR1. Eftir ætlan sendir Sjónvarp Føroya júst hesa sending við Creamy í kvøld. Men kann ein blíva við at syngja barnasangir? Báðar genturnar í Creamy eru nú 14 ár. Stóri áhoyraraskarin fyrst og fremst í Danmark, men eisini her heima, bíðar ótolin eftir nýggjum sangum. Og fyrradagin bragdaði. Tá kom nýggja fløgan "We got the time". Jú, tolin trívst. Í staðin fyri at velja hin løttu og kanska mesta uppløgdu leiðina - nevniliga at geva út "Børnehits 2" - hava tær báðar í Creamy og fólkini kring tær, í staðin valt at spæla inn 10 heilt nýggjar og upprunaligar sangir, sum eru á enskum. Umframt hesar 10 sangir, sum eru skrivaðir til hesa útgávu, eru 2 aðrir og áður kendir sangir tiknir við. Sonevndar "cover-versiónir". Tað snýr seg um Walkers-klassikaran hjá Torben Lendager "Little Kitty" og sangin "Never Ending Story", sum Limahl sang í filminum við sama navni. Hesin filmur bygdi á søguna hjá Michael Ende. Og nú vit eru við filmin, so er komin nýggjur teknifilmur, har Creamy ger vart við seg. Har syngja tær báðar titulsangin "Help, I'm A Fish", sum júst er ein av sangunum á nýggju fløguni. Sum stakfløga er hann longu seldur í 15.000 eintøkum. Filmurin, sum á donskum nevnist "Hjælp, jeg er en fisk" fær góð ummæli og verður í hesum døgum sýndur í fleiri londum. Tá Rannvá og Rebekka høvdu sungið henda sangin, gjørdu tær av, at nýggja fløga teirra skuldi haldast í sama stíli. Tískil eru allir barnasangir nú lagdir á hillina. - Vit eru jú 14, sum tær siga. Stílurin á nýggju fløguni er Happy Dance. Soleiðis. Right on. Sangirnir eru fyristílaðir av ymsum kendum fólkum so sum Hartman & Langhoff, kendir frá bólkinum Aqua, Hitsville, sum er eitt kent navn, tengt afturat A-Teens og so Dean, ið er kendur frá Me & My. Nýggju sangirnir frá Creamy eru útvarpsvinarligir "oyrahangarar" tey rópa. Sangir, sum fanga og sum allarhelst verða at hoyra víða hvar. So nú rópa tær báðar Rannvá og Rebekka í Creamy varskó. Vit koma í oyrini á tykkum - og har verða vit hangandi! Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Her er Hanstholm Vælmannað sendinevnd úr Hanstholm við borgarstjóranum á odda hevur í vikuni vitjað ymsastaðni í Føroyum. Tey fóru avstað aftur við Norrønu hóskvøldið Sambandið millum Hanstholm og Føroyar eigur at styrkjast, halda limirnir í eini sendinevnd, mannað av vinnulívsólki og politikarum úr Hanstholm, sum hevur vitjað í Føroyum um dagarnar. Føroyingar, serlig menn sum hava fiskað í Norðsjónum, og ferðafólk við Norrønu, kenna Hanstholm. Men stendur tað til topparnar í vinnulívinum og býráðnum í Hanstholm, skulu enn fleiri føroyingar fáa betri samband við býin. Ein grund til, at vælmannaða sendinevndin úr Hanstholm vitjar í Føroyum beint nú er, at eigaraviðurskifitini hjá donsku havnunum broytast á nýggjárinum, sigur Aase Jensen, borgarstjóri í Hanstholm. Eitt nú havnin í Hanstholm hevur verið statsogn. Men á nýggjárinum verður hon løgd út til Viborg Amt og Hanstholm Kommunu, sum tá fara at eiga hvør sína helvt. Nýggju havnarviðurskiftini fara at gera, at økt kapping verður millum havnirnar í Danmark, sigur Aase Jensen. Serliga hugsar hon um havnirnar á jysku vesturstrondini, sum millum aðrar føroyingar brúka. Og við hesi kapping fyri eyga hava tey í Hanstholm sett sær fyri at betra um sambandið við Føroyar. Hanstholm hevur havt hampiliga fitt samskifti við føroyingar. Eitt nú teir, sum hava fiskað í Norðsjónum, hava javnan landað í Hanstholm. Býurin liggur høgliga fyri í so máta. Og eitt, sum hevur sermerkt Hansholm, og sum tey eru sera errin av og vilja halda í hevd, er tann góða tænastan, býurin ber orð fyri at lata. Tað hevur verið eitt heiðursmál hjá Hanstholm at hava bestu tænastu í Danmark. Havnin, og tað, sum við hana hevur at gera, er avgjørt størsta aktivið hjá Hanstholm. Og har verður alla tíðina bygt út og betra, sigur borgarstjórin. Nú fara tey at gera klárt til at taka í móti nýggju Norrønu. Tað, at hetta stóra skipið fer at sigla fast upp á Hanstholm ger, at havnin treingir til onkrar ábøtur. Eitt nú størri skráa at leggja til og eisini skal dýpast nakað, sigur Aase Jensen, borgarstjóri í Hanstholm. Hinvegin er tað ikki bara Smyril Line, sum hevur ferjurutu til Hanstholm. Eisini norska Fjord Line hevur ferju siglandi millum Vesturlandið og Hanstholm, umframt at samband eisini er til Newcastle í Englandi. Umframt borgarstjóran hava fleiri vinnulívsfólk úr Hanstholm verið á vitjan í Føroyum hesar dagarnar. Tey hava millum annað vitjað Havsbrún í fuglafirði, Fiskavirkið í Gøtu og Fiskamarknaðin á Toftum. Eisini hava tey hitt ymiska føroyskar politikarar, sum til dømis Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharra, og Leiv Hansen, býráðsformann í Havn. Ein teirra, sum var við í sendinevndini, er Freddy Nielsen, stjóri á Hanstholm Ny Samlecentral, sum er uppboðssøla í Hanstholm. Hann sigur seg vera hugtiknan av Fiskamarknaðinum á Toftum. Serliga telefonuppboðssøluna dámar honum væl. Tað er ein sera einføld og løtt skipan at brúka, heldur hann. Hann sigur, at tað er avgjørt ein skipan, sum verd er at hava eyguni eftir og møguliga royna á dosnkum uppboðssølum. Ein annar, sum við var, var stjórin á Hanstholm Fiskemelsfabrik, Freddy Frost. Hann harmast um, at føroysku ídnaðarskipini so at siga eru horvin. Sum er, er bara Zenita eftir, sigur hann, men vónar enn, at onkur fer at royna at sleppa í Norðsjógvin eftir óbrúktu føroysku kvotuni har. Freddy Frost sigur, at síðan gøtumaðurin Atli Hansen flutti aftur til Føroya, hevur líkasum manglað eitt shippingfelag í Hanstholm. Men tað verður nú bøtt uppá. Eitt nýtt felag er stovnað, sum hevur tikið navnið hjá gamla felagnum hjá Atla Hansen, Nordshipping Hanstholm A/S. Stigtakararnir vóna og vænta, at tað eisini fer at virka við til at seta enn meira lív í havnarumhvørvið í Hanstholm. Onkur beinleiðis avtala er eisini gjørd á ferðini í Føroyum, upplýsir Aase Jensen, borgarstjóri í Hanstholm. Til dømis hevur ein prentsmiðja í Hanstholm, sum umboðað var í sendinevndini, fingið ein ordra úr Føroyum, sum borgarstjórin fegnast um. Hansthom er ikki nakar stórbýur. Í allari Hanstholm Kommunu búgva bara 6.000 fólk. Helvtin býr í sjálvum Hanstholm býi. Men kortini er Hanstholm tann størsta fiskivinnuhavnin í Danmark, tá roknað verður búskaparliga. Og tað sigur ikki so lítið, at Hanstholm í grundini er ein tann størsta fiskivinnuhavnin í í Europa sum heild. Javnmett við Bremerhaven í Týsklandi og Boulogne í Fraklandi. Hanstholm verður eisini nevnt >>Norðuratlantiska portrið<< Føðingar 23. okt. fekk Janus, sonur Karin Jógvansdóttir og Jógvan Andrias Joensen í Bø í Noregi, eina systur. 26. okt. fingu Julianna Waag Høgnesen, Klaksvík og Jóhan Sjóstein, Viðareiði, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4100 gr. 26. okt. fingu Charlotta Nielsen og Jákup Dam, Hoyvík, ein son. Hann var 49 cm. langur og vigaði 3000 gr. 29. okt. fingu Jónvør og Ólavur Bjarkhamar, Froðba, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3120 gr. 30. okt. fingu Jónbjørg Petersen og Hans Ziskason, Vágur, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3950 gr. 1. nov. fingu Linda Syderbø og Tummas Anthoniussen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3580 gr. 1. nov. fingu Nelly B. Christiansen og John K. Clothier, Argir, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4650 gr. 2. nov. fingu Maria og Róðin Biskopstø, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3650 gr. 2. nov. fingu Ann og Peter Ritter, Argir, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4550 gr. 3. nov. fingu Beinta og Asbjørn Berthelsen, Strendur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3800 gr. 3. nov. fingu Sára og Zvonko Mrdalo, Aberdeen, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4300 gr. 4. nov. fingu Lív Danielsen, Strendur og Vinjard Dam, Streymnes, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 3320 gr. 6. nov. fingu Vivian Pettersen og Óla Jacob Estbú, Sandur, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3300 gr. 6. nov. fingu Durita Biskopstøð og Janus Bærthelsen, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3350 gr. 6. nov. fingu Tórunn W. og Petur Steingrund, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3600 gr. 6. nov. fingu Finnbjørg Nicolajsen og Kári W. Olsen, Skopun, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4200 gr. 6. nov. fingu Hjørdis og Erling í Liða, Argir, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4360 gr. 7. nov. fingu Heidi og Jan Abrahamsen, Strendur, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 2800 gr. 8. nov. fingu Morensa og Edmund Thomsen, Leirvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3050 gr. 9. nov. fingu Anna Hansen og John William Old, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 57 cm. long og vigaði 4550 gr. Eitt ljós á gøtu míni Jesaja 55. 6. Leitið til Harrans, meðan hann er at finna, kallið á hann ta stund hann er nær. 7. Hin gudleysi vendi um frá vegi sínum, og órættarmaður frá svikaráðum sínum og vendi sær til Harrans, tá skal hann miskunna honum, til Guds várs, tí at hann fyrigevur ríkliga. 8. Tí at hugsanir mínar eru ikki hugsanir tykkara og vegir tykkara ikki vegir mínir, sigur Harrin; 9. nei, sum himin er hægri enn jørðin, soleiðis eru vegir mínir hægri enn vegir tykkara og hugsanir mínar hægri enn hugsanir tykkara. Hesi orðini siga okkum í serligan mun um Guds forsjón. Um hvussu Gud, - leysur av heimsins ófriði og vandum- stýrir søgunnar gongd. Um hvussu Gud letur sína frelsisætlan fyri okkum menniskjum, verða til veruleika, hóast at tað ónda roynir at forða tí. Gud er eisini við í søgunnar gongd í dag. Hóast at vit langt frá altíð skilja tað, sum hendir okkum nú á døgum. Vit seta fram spurningar um, hvussu tingini hanga saman? - Um hvussu Gud, sum er søgunnar harri, letur óndskapin og tilvildina ráða í hesum heimi? Hvussu ber tað til, at Gud, sum kallar seg fyri kærleikans Gud, letur sjúkir og ólukkir gera enda á okkum? Vit seta fram spurningar um, hví Gud letur kríggj og hungur og herviligar sóttir raka nøkur menniskju, nøkur menniskju, sum ikki hava skyld í hesum sjálvi, meðan onnur menniskju, sleppa undan. Vit seta fram spurningar, men vit fáa onki svar. Vit fáa onki beinleiðis svar uppá okkara spurningar. -Ja soleiðis følist tað í øllum førum hjá teimum flestu av okkum. Men Gud hevur heldur ikki givið okkum nakað lyfti um, at vit skulu fáa svar uppá allar teir spurningar, ið vit kunna finna uppá at spyrja her og nú. Og um hann hevur givið okkum eitt svar, ja, so er ikki vist at vit hava skilt tað, -ella at vit vildu skilja tað, tí at tað kanska barst okkum ímóti. Nei Gud svarar okkum á sín egna hátt. Millum annað, og fyrst og fremst við orði sínum, soleiðis, sum vit finna tað í Bíbliuni. Har síggja vit eisini, hvussu Gud á undirfullan og óskiljandi hátt leiðir ymsar persónar. Eg skal bert nevna ein teirra úr GT, og tað er Jósef sonur Jákups. Hann var ein persónur, ið livdi eftir Guds hjarta. Hann óttaðist Gud og livdi honum nær. Men tó bleiv hann ikki spardur fyri mótgang í lívinum. Óndskapurin, ið til allar tíðir hevur roynt, at forkomið tí góða, var eisini úti eftir Jósefi, - ja enntá í kraft av hansara egnu brøðrum. Fyri at fáa frið fyri Jósefi, so seldu teir hann so langt burtur, at teir vóru vissir í, at teir ongantíð fóru at síggja hann aftur. Men Gud, sum er søgurnar harri, visti at venda tí ónda til tað góða, soleiðis at Jósef, ið ikki skilti, hví hann skuldi fáa eina so herviliga viðferð, gjørdist fremsti maður Egyptalands. Tað var Gud, sum á ein serligan hátt greip inn í søguna, og stýrdi henni í tráð við sín egna vilja og ætlan. Og ætlan Guds var at frelsa Ísraels fólk. - Ja at bjarga allari mannaættini, sum var fallin í synd, soleiðis at vit aftur kundu gerast hansara fólk. Tí er tað at Jesaja sigur: Leitið til Harrans, meðan hann er at finna, kallið á hann ta stund hann er nær. Gud vil at vit øll somul, skulu koma í eitt livandi samband við hann. Hann vil at vit skulu leggja alt lív okkara yvir í hansara almátts hendur. Tí at vit og skil hansara er langt omanfyri okkara. Ja, >>sum himin er hægri enn jørðin, soleiðis eru vegir mínir hægri enn vegir tykkara og hugsanir mínar hægri enn hugsanir tykkara<<. Vit síggja hvussu Gud stýrdi uppgjøgnum GT og hvussu hann stýrdi eisini í NT, soleiðis at hansara frelsisætlan varð fullførd, og mannaættin fekk møguleika at koma aftur til Guds, við trúgv á frelsaran Jesus Kristus. Tað er tann sami Gud, ið stýrir skapannarverkinum og mannasøguni enn í dag og endamál hansara er tað sama, frelsunarverkið. >>Lívið<< her og nú er okkara >>givna tíð<< at søkja Harran. Í dag er Gud at finna. Tað menniskjað, sum roknar við Gudi í dagligdegnum kann trygt leggja alt sítt lív - og deyðan - í Guds hendur. Jesus er farin heim til himmals fyri at tilbúgva okkum, sum trúgva á hann, eitt pláss heima hjá sær. Heima í himlinum fáa vit eisini svar uppá allar teir ósvaraðu spurningarnar, ið vit dragast við her í lívinum. Sverri Steinhólm Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Olofson á uppboð Listarverk eftir kendar føroyingar endar á uppboði í Klaksvík um eina viku Mánadagin letur ein óvanlig listaframsýning upp í Klaksvík. Tí hóast verk eftir onkarar kendar listarmenn eru við á framsýningini, er meginparturin av málningunum gjørdur av fólki, sum vanliga ikki fáast við málningalist. Millum tey næstan 40 nøvinini, sum eru við á framsýningini, eru Jógvan við Keldu, Leivur Hansen, Petur O. K. Olofson, Karl Martin Samuelsen, Óli Breckmann og Niels Pauli Danielsen. Harafturat hava fleiri kendir og minni kendir føroyingar gjørt eitt listaverk til framsýningina. Tað er Lions Club í Klaksvík, sum stendur fyri framsýningini, sum er ein liður í royndini hjá felagnum at savna pengar til vælgerandi endamál í norðoyggjum. Fólk kunnu bjóða Framsýningin letur upp í hølinum hjá Norðoya Fornminnafelag mánadagin klokkan 16.00. Framsýningin er opin allar gerandisdagarnar í næstu viku frá klokkan 16.00 til 20.00. Leygardagin verður framsýningin tikin niður og flutt í Ósaskúlan, har málningarnir skulu seljasta á uppboðssølu sunnudagin frá klokkan 15.00. Christian Olsen verður uppboðshaldari. Um fólk ynskja at vera ónevnd í sambandi við uppboðssøluna, kunnu tey lata ein lepa inn við sínum boði áðrenn uppboðssøluna. Lions Club kom til Føroya í 1966, tá fyrsta deildin varð stovnað í Havn. Í 1978 varð deildin í Klaksvík stovnað. Kirkjur- og samkomur Gudstænastur 21. sunnudag eftir Trinitatis Vesturkirkjan: kl. 11, lestur Havnar kirkja: kl. 11, Sonja Klein Nólsoy: kl. 12, altarg., Bjarni Bæk Argja kirkja: kl. 11, familjugudstænasta í samb. við tiltakið >>Kirkjudagur<<. Bergur D. Joensen Søldarfjørður: kl. 11, altarg., Meinhard Bjartalíð Vestmanna: kl. 12, Marjun Bæk Eiði: kl. 11.40 skriftamál, kl. 12 messa, Emil Olsen Tjørnuvík: kl. 12, altarg., Martin R. Jacobsen. (Í Kollafjarðar kirkju gongur talvan fyri Bláa Kross Føroya) Elduvík: kl. 12, altarg., Uni Næs Húsar: kl. 12 altarg., Mikladalur: kl. 17, altarg., Hans Eiler Hammer Christianskirkjan: kl. 11, lestur Miðvágur: kl. 12, David Johannesen Hov: kl. 12, Erland Beder Fámjin: kl. 12, Jógvan Fríðriksson Hvalba: kl. 12, Ólavur Rasmussen Tvøroyri: Petur Martin Rasmussen Skúvoy: kl. 12, altarg., Eva Brinck Jensen (Talvan gongur í Eiðis kirkju fyri Einkjugrunnin) Ebenezer Samfelagsmøti í Ítróttarhøllini á Hálsi Leygardagin kl. 16 uppbyggingarmøti, kl. 20 evangeliskt møti, kl. 22 opið hús. Sunnudagin kl. 12.15 barnamøti, kl. 16 uppbyggingarmøti, kl. 19 evangeliskt møti. Møti í Ebenezer Mánakvøldið kl. 20 evangeliskt møti. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morgunmøti, kl. 18 evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17 landsbøn, í morgin kl. 11 morgunmøti, kl. 18 kvøldmøti. Mánadagin kl. 20 bønarskúlin. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 sunnudagsskúli, kl. 17 møti. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman, Judith og Meinhard Hansen siga frá um tíð teirra í Ísrael. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn. Bíbliuskeiðrøðin yvir evnið >>hin sanni lærusveinurin<< verður hildin í hølunum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará. Møtiskeiðrøðin heldur áfram hvønn leygardag kl. 19. Stigtakari og bíbillærari er David Bech. Frelsunarherurin í Tórshavn Sunnudagin kl. 11 møti, major Tjåland talar, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti, Palli Petersen talar. Mánadagin kl. 17 skótar. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 familjumøti við Jákubinu og Kim Hansson. Barnaansing er hvørt sunnukvøld meðan møtið er. Mánakvøldið er LU-arbeiði kl. 19, evni: Tey tíggju boðini v/ Hera Tróndheim, kl. 19.55 venur Manskórið. Týskvøldið kl. 20 bíbliutími, Dánjal kap. 5 Mikukvøldið kl. 19 venur Meinigheitskórið. Hósdagin kl. 16 venur Gentukórið (8 ár og eldri). Kl. 20 ungdómsmøti v/ungum av Glyvrum. Rhema á Hálsi Fríggjakvøldið 18-19.30 A.T.A.P. (barnaklubbi) Leygarkvøldið kl. 20 ungdómsmøti. Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli (eisini verður barnavælsignilsi) Morgunbøn mánadag til fríggjadag kl. 8.30-9.30. Øll eru vælkomin. Sjómanskvinnuringurin í Havn kemur saman á Sjómansheiminum mánadagin 13. nov. kl. 20. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin kl. 14 í Hoyvíkar skúla sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn og kl. 18 møti. Øll eru vælkomin. Nardus-samkoman, Tórshavn Møti verða í Losjuni í Havn við evangelisti Torkild Terkelsen fríggjakvøldið kl. 20 týskvøldið kl. 20. Húsmøti verða í Brúnagøtu 7 sunnukvøldið kl. 18 og mánakvøldið kl. 20, og í Eysturstræti 21 mikukvøldið 15. kl. 20. Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Sunnudagin kl. 11 Kirkjudagur-familjugudstænasta og kl. 15 Familjutiltak í Argja skúla við drekkamunni og ítrivi aftaná til øll áhugaði. >>Tíð til Gud<< verður í Pállstovu sunnukvøldið kl. 21. Evnið er: >>Vindurin blæsur<<. Eisini vera vitnisburðir. Høgni Johannesen og Jógvan Skýlindal skipa fyri. Royndarhúsið í Nólsoy Leygardagin 11. kl. 15 barnamøti, kl. 20 evangel. møti og opið hús við sangi og vitnisburði kl. 23. Eisini verður ein drekkamuður. Sunnudagin 12. kl. 14 barnamøti og evangel. møti kl. 16. Øll eru hjartaliga vælkomin. Norðskála kirkja Kirkju- og missiónsvikan heldur fram. Leygarkvøldið kl. 20 møti við Katrin Ellingsgaard, Eiði, kl. 12 lestur, kl. 14.30 barnamøti, kl. 19 møti við John Myllhamar, Sandavágur. Eiði Kirkju- og missiónsvikan byrjar sunnudagin við skriftamáli kl. 11.40, messu kl. 12 og heldur fram alla vikuna við katekismusgudstænastum og møtum. Mánakvøldið kl. 19 katekismusgudstænasta. Evni: Dópsins sakramenti. Tjørnuvík Missiónsvikan byrjar í bygdarhúsinum hóskvøldið 9. nov. Leygarkvøldið kl. 20 møti, Regin Høgnesen talar, Gullak og Jonhild syngja og Edelborg Petersen endar. Leygarkvøldið kl. 20 møti, Regin Høgnesen talar, Gullak og Jonhild syngja og Edelborg Petersen endar. Sunnudagin kl. 12 gudstænasta, kl. 15 sunnudagsskúli, kl. 18 møti, Hassi Johannesen talar, Herluf Andreasen endar. Innsavnan. Øll eru hjartaliga vælkomin. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 18 evangel. møti, Theodor Petersen talar. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Filadelfia, Hósvík Møti verður í Hósvík sunnukvøldið kl. 18 við Hjørdis Petersen. Hvalvíkar missiónshús Sunnudagin kl. 14.30 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Torstein Johannesen. Innsavnan til H.M. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Gøtu Sunnukvøldið kl. 18 hevur Petur Magnussen møti í missiónshúsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Meinigheitshúsið á Skála Sjómanskvinnuringurin hevur alment møti mánakvøldið kl. 19.30. Ferðafrásøgn frá Ísrael við Judith og Meinard Hansen, Innsavnan. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 19 møti, húsakórið syngur. Øll eru vælkomin. Ørkin, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 17 í Arbeiðarafelagshúsinum Hæddini í Saltangará við Torbjørn Láadal o.ø. sum luttaka við talu og sangi. Týsdagin kl. 20 húsmøti hjá Jonnu og Palla Højgaard, Saltangará. Hósdagin kl. 20 bønarmøti. Verið hjartaliga vælkomin. Keldan, Skálafirði Leygardagin kl. 21 opið hús við Eyðuni Jacobsen. Sunnudagin kl. 17 familjumøti. Tú ert vælkomin í Kelduna. Dalur Missiónsvikan heldur fram í kvøld við møti kl. 20, innsavnan. Í morgin verður barnamøti kl. 15 og kl. 19, innsavnan. Missiónshúsið á Tvøroyri Í samband við at missiónshúsið á Tvøroyri fylti 70 ár 9. nov., verða hesi møti: í kvøld kl. 20 møti við Árna Kjærbeck. Sunnudagin kl. 14 familjumøti, kl. 18 møti við Tom Skaale og øðrum. Ymiskar sangkreftir luttaka bæði kvøldini. Innsavnan verður til húsið bæði kvøldini. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 evangel. fundur. Mánadagin kl. 20 bønarfundur. Ónsdagin kl. 20 uppbygg. fundur. Frelsunarherurin Vágur Leygarkvøldið kl. 20 bøn og lovsangur. Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við major Turid og Knut Gamst. Mánakvøldið kl. 20 Heimaforbundið við major Turid og Knut Gamst. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Hann er totalt langt úti Eg byrjaði spakuliga at gera provokerandi tekningar, men nú eru tær totalt langt úti, sigur Jógvan á Høvdanum, sum júst hevur givið út nýggja teknirøð Hann ger ivaleyst ørastu tekningarnar í landinum. Tey, sum hava lisið ungdómsblaðið hjá Dimmalætting, kenna strikurnar aftur í táttinum Totalt langt úti. Nú hevur maðurin aftan fyri argandi tekningarnar gjørt nýggja teknirøð við sama navni, sum fer nógv longur, enn nøkur føroysk útgáva áður er farin. Summi fólk er um at blíva svøk av mær og mínum tekningum, og við hvørt verði eg skeldaður út og fái at vita, at eg má gevast við at gera slíkar tekningar, tí tað er bæði synd og skomm, sigur Jógvan á Høvdanum, yngri. 21 ára gamli klaksvíkingurin hevur seinastu tvey árini tekna til Krydd, men nú roynir hann seg á fyrsta sinni við egnari útgávu. Og at hann hevur tikið hetta stigið hevur eisini havt við sær, at hann nú fer nógv longu í sínum tekningum. Ikki altíð so skemtiligt Jógvan á Høvdanum hevur teknað alt sítt lív, men tað er ikki fyrr enn seinastu tvey árini, at hann er komin fram og er vorðin meira kendur millum fólk. Eg byrjaði spakuliga at gera provokerandi tekningar, men nú eru tær totalt langt úti, heldur Jógvan. Fólk halda ivaleyst, at tekningarnar í Krydd hava verið langt úti, men tað er einki aftur ímóti tekningunum í nýggju teknirøðini. Og tey, sum hava blaðið ígjøgnum teknirøðini, kunnu ikki annað enn taka undir við teknaranum. Fólk geva yrkingasøvn út, sum bæði kunnu verða pervers og deprimera, og tí haldi eg, at tað er stuttligt at koma við eini teknirøð, sum er tann reina ballada og kanska eisini eitt sindur stuttligt við hvørt, heldur Jógvan. Ofta eru mínar tekningar ikki so ræðuliga skemtiligar, men fólk grína kanska eftir teimum, tí tær eru so langt úti. Ikki øll grína Men hóast Jógvan á Høvdanum vónar, at onkur tímir at grína eftir hansara tekningum, so eru tað ikki øll, sum gera tað. Tað kemur meira enn so fyri, at fólk siga við meg, at mínar tekningar eru býttisligar, men eg veit, at tey ikki meina tað. Eg veit, at tey dyrka tær, sigur Jógvan argandi. Familjan hjá mær royndi í fyrstuni at fáa meg at gevast at tekna slíkar tekningar, men tað gera tey ikki longur. Tey mugu góðtaka, at ein uppløgd fiasko gjørdist ein succes. Í tekningunum hjá Jógvani eru evni sum rúsevni, kynslív og átrúnaður afturvendandi evni, og einki verður ballað inn. Í fororðunum til nýggju teknirøðina reksar hann nøkur av orðunum upp, sum koma fyri í tekningunum, og fólk fáa at vita, at um tey ikki klára at lesa slík orð, so kunnu tey reisa og renna, tí so er teknirøðin einki fyri tey. Sjálvandi eru tað mest ungfólk, sum dáma tekningarnar hjá mær, men tað eru eisini tilkomin fólk, sum halda tær eru stuttligar, sigur Jógvan. Hugskot frá egnum upplivingum Persónarnir í tekningunum hjá Jógvani eru vorðnir eyðkendir, og stílurin í tekningunum er ráur og avbjóðandi. Jógvan fær millum annað íblástur av teknirøðum sum Mad og Stupido, men eisini persónligar upplivingar kunnu verða orsøk til onkrar tekningar. Við hvørt kann tað verða okkurt, sum eg komi út fyri, sum gevur mær hugskot til eina tekning. Men eg kann siga, at eg tekni alt tað, sum fólk ikki tora at hugsa um, sigur Jógvan á Høvdanum. Nýggja teknirøðin hjá honum er 52 blaðsíður til longdar. Kápan er í litum, meðan innihaldið er svart og hvítt. Jógvan á Høvdanum hevur gjørt allar tekningarnar í røðini, og Svabo Creations hava lagt útgávuna til rættis. Teknirøðin, sum kostar 50 krónur, fæst kring alt landið. Ið hvussu so er har, tær ikki eru brendar. Andlát 02. november: John Eidesgaard, Eiði, 80 ár 03. november: Elida Poulsen, 77 ár Jetta Nolsøe, 81 ár 05. november: Júst Albinus, Tvøroyri, 71 ár 09. november: Terji Dahl Christiansen, Havn, 73 ár 08. november: Emma Skov Petersen, fødd Hjelm í Vági, 83 ár Læknavaktir Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033 Eysturoy: Leygard. 11. nov.: Pól Johs. í Horn, tlf. 444038 Sunnud. 12. nov.: Hálvan Simonsen, tlf. 441490 Norðoyggjar: Leygardagin 11. og sunnudagin 12. nov.: Magnus Magnussen, tlf. 455451 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): tlf. 371560 Suðuroy (suður): tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13-14. Tlf. 314544. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt lágtrýst, 983 hPa. í útsynning úr Íslandi fer í landsynning og brúgvalagið haðani verðu yvir Føroyum leygardagin. Lágtrýstið við Írland stendur mestsum í stað. Hátrýstið við Hvarvið fer spakuliga eystureftir og verður væntandi við Føroyar týsdagin. Veðrið í dag: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi og stundum regn. Um kvøldið minni vindur. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið sunnudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og norðI og ælingur, partvís vátaslettingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 3 og 6 stig. Veðrið mánadagin: Hvassur vindur ella skrið av norðI og ælingur, partvís vátaslettingur. Hitin millum 3 og 6 stig. Veðrið týsdagin og mikudagin: Týsdagin stívt andøvsgul av norðI, seinni lot av ymsum ættum. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 2 og 5 stig. Mikudagin veksur hann vindin upp í hvassan vind av útsynningi og stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 983 hPa. í útsynning úr Íslandi fer í landsynning og brúgvalagið haðani verðu yvir Føroyum leygardagin. Í dag: Lágtrýstið við Írland stendur mestsum í stað. Hátrýstið við Hvarvið fer spakuliga eystureftir og verður væntandi við Føroyar týsdagin. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Ætla framvegis at halda freistina Strandferðslan hevur kravt, at nýggja sandoyarferjan í øllum førum verður liðug 1. apríl Tað fer ikki at nerva sandoyarferjuna stórvegis, at hon er seinkað so nógv ur Póllandi. Sostatt bendir nógv á, at tíðarætlanin fer at halda. Tvs, at tað er tann seinasta tíðarætlanin, sum fer at halda, tí eftir teirri upprunaligu ætlanini skuldi hon longu verið sett í sigling. Men eftir, at hon bleiv eitt hálvt ár seinkað av polsku skipasmiðjuni, sum gjørdi skrokkin, hevur 5. mars verið nevndur sum dagurin, tá ið nýggja Sandoyarferjan skuldi setast í sigling. Men síðani tá er hon blivin enn meiri seinkað. Eitt nú lá hon eina viku í Skagen, tí líkindi vóru ikki at sleipa hana til Føroyar. Nú um dagarnar kom skrokkurin so til Skála, har øll segl verða sett til fyri at gera hana lidna. Men skipasmiðjan hevur boðað Strandferðsluni frá, at av tí, at skrokkurin aftur er so nógv seinkaður til Føroya, er skipasmiðjan noydd til at endurskoða byggiætlanina. Tað hendi á einum fundi mikudagin. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur at aftaná fundin, fekk hann boð frá skipasmiðjuni um, at hon framvegis miðjar eftir at halda freistina, so at ferjan kundi handast Strandferðsluni 5. mars. Men Skipasmiðjan tekur kortini tað fyrivarni, at smávegis frávik kunnu verða gjørd, av tí, at skrokkurin kom so seint til Føroyar. Stjórin sigur, at Strandferðslan hevur svarað aftur, at hon góðtekur, at sum umstøðurnar eru, verða smærri frávik í tíðarætlanini góðtikin. Men vit hava kravt, at hon verður liðug í seinasta lagi 14 dagar áðrenn hon verður sett í sigling. Og setast í sigling, tað skal hon 14. apríl, tí tá gongur undantaksloyvi hjá Tróndi út. Vit hava boðað frá, at vit vilja hava minst 14 dagar at venja okkum við skipið og tí mugu vit hava tað í seinasta lagi fyrst í apríl, sigur Reidar Nónfjall. Ein kollvelting Reidar Nónfjall sigur at nýggja sandoyarskipið verður ein kollvelting hjá sandoyingum, bæði hjá ferðafólki og hjá vinnulívi. Nýggja Sandoyarferjan fer t.d. at taka tveir stórar treylarar og so einar 12 persónbilar afturat, ella tilsvarandi fleiri persónbilar, so tað verður helst søga, at ikki alt sleppur við. á Biladekkinum er gongubreyt, so at ferðafólk ikki koma í samband við bilar. Men yvirhøvur er Tróndur ikki ov lítil til ferðafólk, so nýggja ferjan fer at taka sama tal av ferðafólki, sum Tróndur, tvs. gott 200. Men umstøðurnar umborð verða nogv betri. Nýggja Sandoyarferjan fer at sigla 11 míl og tað er eitt lítið vet skjótari enn Tróndur. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Eysturoyingar fáa onga skjóttgangandi ferju enn Teir høgu oljuprísirnir hava gjørt, at Strandferðslan fyribils hevur lagt ætlanina á hyllina at leiga eina tvíkilju til skálafjarðarsiglingina Tað verður ikki enn, at eysturoyingar sleppa at sigla til Havnar við eini skjóttgangandi ferju. Strandferðslan hevur leingi ætlað at leiga eina tvíkilju, ella eina aðra, skjóttgangandi ferju, til Skálafjarðarsiglingina. Ætlanin var at leita eina skjóttgangandi ferju í eina tíð, fyri at vita, hvussu tað riggaði inn á Skálafjørðin og møguliga at knýta aðrar ruturupp í eisini. Men fíggjarligu karmarnir hjá Strandferðsluni eru so trongir, at enn hevur tað ikki borið til. Ikki minst hava tær stóru príshækkingarnar á olju gjørt lívið súrt hjá strandferðslustjóranum. Oljuprísurin er meiri enn tvífaldaður seinasta árið og tað hevur gjørt, at Strandferðslan hevur verið noydd at leggja ætlanina um eina skjóttgandandi ferju inn á Skálafjørðin á hyllina. Herfyri fekk Strandferðslan eina eykajáttan frá løgtinginum, sum m.a. annað skuldi byrgja upp fyri príshækkingunum á olju. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, segði tá, at tá ið eykajáttanin var komin, var ætlanin at taka málið um eina skjóttgangandi ferju inn á Skálafjørðin uppaftur. Men nú sigur hann, at Strandferðslan hevur framvegis so nógvar eykaútreiðslur av oljuni, at tað verður ikki fyribils, at fíggjarlig orka verður til at útvega eina skjóttgangandi ferju til Skálafjørðin. Hann vísir á, at Strandferðslan hevur at kalla onki frælsi til at stúra fíggjarligu gongdini. Aðrastaðni ber tað til hjá teimum, sum røkja ferðsamband, at hækka ferðaseðlaprísir og at lækka túratal fyri at útvega eyka inntøkur Men tann møguleikan hevur løgtingið tikið frá Strandferðsluni. Hann sigur kortini at spurningurin um eina skjóttgangandi ferju er ikki sleptur enn og hann verður møguliga tikin uppaftur næsta ár. Annars er ongin sigling inn á Skálafjørðin í løtuni. Gamla. Ternan er á sleipistøði í Vági og hon verður ikki tøk aftur, fyrrenn um mánaðarskiftið. Inntil tá, er tað Snarbussurin, sum røkir ferðasambandið inn á Skálafjørðin. Jústinus Eidesgaard - justinus@sosialurin.fo Atli P. Dam: Altíð lætt at vera bakklókur Sum støðan sá út í áttatiárunum og við teim upplýsningum, sum vit høvdu, haldi eg, at politikkararnir gjørdi teirra frægasta. Politikkur Tí haldi eg, at tað er ov sterkt at siga, at teir sviku, sigur Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður minuttir eftir at drúgv frágreiðing er løgd á borði um m.a. føroyskan politikk í áttatiárunum. Vit áttu tríggjan løgmemm í áttatiárunum Paula Ellefsen, Atla P. Dam og Jógvan Sundstein. Teirra virksemi er fínkembt í eini drúgvari kanning, sum grein 19 nevndin hevur gjørt um stýringina av Føroyum í áttati árunum. Atli P. Dam er ein av teimum politikkarum, sum standa fyri skotum í niðurstøðuni hjá grein 19 nevndini.. Atli P. Dam sat sum løgmaður í tíðarskeiðinum 1985-89. Jústinus Leivsson Eidesgaard Við teimum fortreytum, sum politikkararnir høvdu til at taka støðu útfrá, tað vil siga ítøkiligum hagfrøðisligum upplýsingum, ítøkiligum upplýsingum frá eini undirmannaðaðari umsiting, sum løgtingið ógvuliga treyðugt veitt játtani til, so gjørdu politikkararnir teirra frægasta. Tí haldi eg, at tað er sterkt sagt, at teir sviku, men lætt er altíð at eftirrationalisera, sigur Atli P. Dam. Niðurstøðan nevnir at góð ráð vórðu givin, men hvørji vóru hesi? E itt nú søgdu bankarnir ósatt viðvíkjandi innlánunum og skattaspekulatión f fyri myndugleikunum við so óteljandi orsøkum sum sigast samvitska, er torført at síggja, at ein yvirordnað sonn mynd kundi fáast til vega. Í hvussu er ikki so sonn, at vit sum einasta samfelag í Norðanlondum kundi sloppið undan. Vit mugu minnast til, at bankaskipanin fór um koll í Noregi, Svøríki og Finlandi seinast í áttatiárunum, meðan okkara fór í nítiárunum. John Johannessen - john@sosialurin.fo Nógvar orsøkir til kreppuna Grein 19 nevndin hjá løgtinginum, sum hevur kannað áttatiárini, staðfestir, at kreppan eftir áttatiárini var úrslit av einum samanspæli av ómetaliga nógvum fyritreytum Niðurstøðan í frágreiðingini hjá grein 19 nevndini um áttatiárini er hvassorðað og finnst at fleiri viðurskiftum í áttatiárunum, sum seinni førdu til eina samfelagsliga kreppu. Hesa frágreiðing handaði Lisbeth L. Petersen, sum hevur verið formaður í nevndini, Finnboga Ísakson á Løgtingsskrivstovuni í gjár. Nevndin staðfestir, at politiska leiðslan sveik, týðandi eftirlit sveik, politiski og umsitingarligi myndugleikin var als ikki nøktandi, lurtað varð ikki eftir ávaringum frá sakkunnleikanum og góð ráð vórðu ikki fylgd. Harafturat vísir nevndin eisini á, at peningastovnum og vinnulívinum vantaðu neyðugt skynsemi. Grein 19 nevndin staðfestir, at umleið tíggju ár skuldu ganga áðrenn politikarar sóu, hvussu galið tað var, men tá var ov seint. Samfelagsskútan sigldi á land. Eftirlitið sveik Umframt, at nevndin heldur, at politikarunum vantaðu ráðgeving, heldur hon eisini, at eftirlitsfunktiónirnar við politiska myndugleikanum sviku í áttatiráunum. Millum annað verður víst á leiklutin hjá fíggjarnevndini. Nógv bendir á, at fíggjarnevndin góðtók upplýsingar frá Landsstýrinum um, at lógarheimild var, og at treytirnar fyri at ganga málunum á møti vóru í lagi, sigur nevndin. Eyðsæð er, at Fíggjarnevndin hevur ikki havt møguleikar at gera dygdargóða meting, hvørt verkætlanin var haldgóð, um trygdin hjá landskassanum var í lagi, og um >>próvførdi<< eginpeningurin var tøkur. Men um Fíggjarnevndin skuldi vera bulverkið móti skeivum búskaparligum og umsitingarligum avgerðum, tá ið talan var um stuðulsveitingar, so tykist hon ikki at hava loyst hesa uppgávuna í áttatiárunum.. Fíggjarnevndin tykist ov sjáldan at hava sett neyðugar spurningar til tær upplýsingar, hon fekk, staðfestir frágreiðingin. Eisini er grein 19 nevndin sannførd um, at eftirlitið hjá løgtingsgrannskoðarunum sveik. Løgtingsgranskoðararnir, sum politiskir eygleiðarar, loystu ikki sína uppgávu nóg skjótt og forsvarliga. Ábyrgdin fyri, at løgtingsgrannskoðararnir ikki gjørdu sítt arbeiði, lá fram um alt í løgtinginum, men eisini landsstýrið átti at gjørt løgtingið vart við, at ov long tíð var gingin, verður staðfest. Frágreiðingin vísir umframt hetta, at landsstýrismálanevndin, sum skuldi taka sær av og hava eftirlit við gerðabók landsstýrissins, ikki røkti sína uppgávu. Staðfest verður, at landsstýrismálanevndin sveik sína týðandi eftirlitsuppgávu. Frágreiðingin vísir á, at meirilutin í landsstýrismálanevndini gjørdi stutt av og styðjaði landsstýrið, meðan minnilutin gjørdi viðmerkingar, ið ofta vóru meira politiskar enn sakligar. Førleikin í lagi Hóast óhepnu gongdina, heldur grein 19 nevndin ikki, at politikararnir í áttatiárunum kunnu sigast at vera verri enn teir, sum sótu frammanundan ella seinni. Men hon heldur, at vaksandi búskapurin og við honum vaksandi og fjølbroyttu uppgávurnar settu krøv til politikararnar, sum teir ikki vóru førir fyri at lúka. Nevndin vísir á, at hon við hesum ikki meinar, at politikarnarnir vóru ódugnaligir. Men hon er kortini sannførd um, at tað vóru politiskir oddamenn, ið vantaðu grundleggjandi vitan um lógarverkið og búskaparligu viðurskiftini. Víst verður á, at hetta ikki bert er nakað, sum var galdandi í Føroyum í áttatiárunum, men harafturímóti eitt vandamál, sum eisini er galdandi í útheiminum. Tað, ið nevndin finnist at, er, at nógv tekin eru um, at politisku oddamenninir í Føroyum ikki altíð, heldur ikki í áttatiárunum, dugdu at brúka tey ráðini, ið vóru til taks, sigur frágreiðingin. Men samstundis vísir nevndin á, at arbeiðsbyrðan hjá embætisverkinum var so stór í mun til arbeiðsmegina, at tað ikki altíð bar til at koma við nóg hollari ráðgeving til politikararnar. Eyðsæð er, at vantandi arbeiðsmegi setti síni mørk. Tað var ógjørligt hjá tí einstaka málsviðgeranum at geva øllum málum nágreiniliga viðgerð, og ikki kundi krevjast, at hann var serfrøðingur á øllum teimum málsøkjum, hann skuldi umsita. Tað kundi sostatt ikki verða kravt av einum og sama fólki, at tað til fulnar kundi lúka førleikakrøv um lógarverk, fíggjar- og búskaparviðurskifti, banka- og rentupolitikk, skiparakstur og so fram vegis, sigur nevndin. Frágreiðingin vísir á, at málsviðgeri í stórum samfelag skal umsita eina ella fáar greinar í eini lóg, ofta saman við øðrum starvsfeløgum, meðan málsviðgerðin í landsstýrinum skuldi umsita fleiri lógir. Nevndin er eisini sannførd um, at fyrisitingarligi førleikin ofta bleiv skerdur, tí málsviðgerðin fór í annað starv ella flutti til onnur málsøki, tá hann hevði vunnið sær førleika. Gráður kassi: Úrskurður nevndarinnar Føroysku politikararnir vóru ikki nóg dugnaligir. Teir lurtaðu ikki eftir ávaringum frá ráðgevum og frá embætisverkinum. Á fleiri týðandi økjum var lóggávan ógreið, ófullfíggjað og fyrnað í áttatiárunum, og ofta áðrenn komið var í áttatiárini. Landsumsitingin var veik. Henni vantaði arbeiðsmegi, og á fleiri økjum vantaði førleiki. Málsviðgerðin skuldi ofta umsita fleiri málsøki, enn hann var førur fyri. Málsviðgerðin var ikki eins frá máli til mál - og heldur ikki nóg neyv. Tí gjørdist tapsvandin hjá landinum stórur, og munur varð gjørdur á monnum. Trupulleikar stóðust av, at politikarar vóru partur av umsitingini. Politiska eftirlitið - fíggjarnevnd, løgtingsgrannskoðaranevnd, landsstýrismálanevnd - sveik. Landskassin varð bundin uttan lógarheimild. Fylgjurnar gjørdust álvarsamar: Milliardatap hjá landskassanum og álvarsamir trupulleikar hjá einstaklingum. Ábyrgdin fyri álvarsligu skeivleikunum og mistøkunum í áttatiárunum lá hjá politisku leiðsluni í áttatiárunum, men eisini í seksti- og sjeytiárunum, har tiltøk vórðu gjørd, ið fingu avleiðingar í áttatiárunum og fyrstu árini í nítiárunum. Leikluturin hjá stigtakarum, ráðgevum og peningastovnum skal eisini verða nevndur í hesum sambandi. ODDAGREIN: Vísmannabólkur og Norðurlond Hesa vikuna hevur verið fundur í Norðurlandaráðnum. Umboð fyri bæði landsstýrið og løgtingið hava fylgt fundunum í Reykjavík. Á fundinum varð nógv gjørt burtur úr frágreiðingini frá einum Vísmannabólki, har eisini Føroyar hava verið umboðaðar. Umboðið fyri Føroyar hevur verið Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Mentamálastýrinum. Eingin ivi er um, at hann er eitt gott val, tá hugsað verður um hansara royndir og áhuga fyri nettupp tí norðurlendska. Sum politikari í mong ár vísti hann norðurlendska samstarvinum stóran ans og við tilknýti sínum til mentanarligt virksemi hevur Jóannes Dalsgaard eisini givið norðurlendska samleikanum gætur. Frágreiðingin frá Vísmannabólkinum fekk eina sera góða móttøku í Reykjavík. Niðurstøðan er tann, at norðurlendska samstarvið ongantíð hevur verið so týdningarmikið sum nú. Mælt verður til, at Norðurlond sláa manngarð um vælferðarsamfelagið og menna tað. Norðurlendska samstarvið er ein neyðug fortreyt fyri at varðveita vælferðarsamfelagið og fyri at varðveita ávirkan í heiminum. Tað er ein fortreyt fyri at varðveita demokratiið, fyri at tryggja samstarv millum stór og smá lond og fyri at tryggja framhaldandi mentanarsamstarv. Vísmenninir vísa á, at bygnaðurin fyri hesi samvinnu má eisini broytast og laga seg eftir tí víðkaða innihaldinum, sum bólk. Eisini verður dentur lagdur á at taka størri ábyrgd av umhvørvinum í Norðuratlantshavi. Norðurlandaráðið skal eisini kunna venda sær beinleiðis til stýrini í teimum einstøku londunum. Samfeløgini í Útnorði koma eisini meira fram í hesi frágreiðing. Frá føroyskari síðu verður eisini roynt at menna og víðka um arbeiðið hjá Norðurlandaráðnum. M. a. hevur føroyski ráðharrin í norðurlandamálum, varaløgmður stríðst fyri, at sannføra hini norðurlondini um at víðka samvinnuna til eisini og í størri mun at fevna um smáu oyggjasamfeløgini í Norðuratlantshavi, her m.a. skotsku oyggjarnar og smáfeløgini á kanadisku Atlantshavsstrondini. Hetta er so eisini nakað, sum Vísmannabólkurin leggur stóran dent á. Umframt at seta Norðurlond meira í fokus sum eina eind og her ikki minst sæð í relatión til umheimin, snúði fundurin seg eisini um innanhýsis menning í Norðurlondum. Tað var í hesum sambandi, at eitt føroyskt ynski varð gingið á møti. Føroyar hava fingið ein fastan lim í norðurlendska mentanargrunninum og kann hetta fáa stóran týdning fyri føroyskt mentanarlív. Sosialurin Zakarias Wang Tjóð Zakarias Wang Mikudagurin tann 25. oktober 2000 fer at vera ein minniligur dagur í føroysku søguni. Tá hevði danski forsætisráðharrin boðað landsstýrinum frá, at hann ikki helt, at føroyingar vóru ein tjóð. Føroysku andstøðuflokkarnir, sum higartil hava litið á, at danski forsætisráðharrin er teirra vælvildarmaður, vóru við í einum orðaskifti í útvarpinum. Spennandi var, hvat ið teir nú fóru at siga. Fóru teir at standa sum menn ímóti donsku stjórnini, ella fóru teir at dvína og siga tað, at danska stjórnin hevði rætt í hennara uppáhaldi um, at vit vóru ein partur av tí donsku tjóðini? Serliga var tað spennandi at hoyra hvat ið javnaðarflokkurin fór at siga. Tá ið heimastýrisskipanin kom eftir kríggið, hevði javnaðarflokkurin ført fram, at tann føroyska og danska tjóðin vóru javnbjóðis, og grundgeving hansara fyri at seta heimastýrisskipanina í verk var tann, at henda skipanin viðurkendi hetta sjónarmið. Fór hann nú at vera meira bundin av danska javnaðarflokkinum enn av egnu sjónarmiðum sínum? Men javnaðarflokkurin stóð royndina. Jóannes Ejdesgaard helt fast við floksins støðu eisini tá tað vísti seg, at hann harvið kom at ganga beint ímóti donsku javnaðarstjórnini. Minni orsøk var at rokna við sambandsflokkinum. Tá heimastýrislógin kom, vildi hesin flokkur ikki taka orðið tjóð í sín munn um føroyingar, men noyddist við ringum tannabiti at lata um seg ganga at orðið kom í heimastýrislógina. Nú Nyrup royndi at avtaka ta føroysku tjóðina var fryktandi fyri, at sambandsflokkurin fór at fegnast um, at hann nú hevði fingið ein viðhaldsmann á hægstu rók í danska statinum. Men hvat hendi? Edmund Joensen vísti seg sum ein rættan mann og gekk beint ímóti tí sum danski forsætisráðharrin hevði sagt. Edmund segði, at tað var eingin sambandsmaður, sum ivaðist í, at føroyingar vóru ein tjóð. Tað sum her vísti seg var tí tað, at føroyingar stóðu sum ein maður ímóti einari danskari stjórn, sum er farin undir at leggja okkum inn undir ta donsku tjóðina. Summi halda, at tað eingin orsøk er til at halda fólkaatkvøðu um henda spurningin, hvørt vit eru ein tjóð ella ikki, tí vit øll eru samd um tað. Hertil er at siga, at av tí at danska stjórnin ikki er samd við okkum í hesum máli, er øll orsøk til hjá okkum at gera vart við, at tað ikki bert eru nakrir tilvildarligir politikarar, sum eru komandi og farandi, sum hava hesa støðu, men at henda áskoðan hevur djúpar røtur í fólki okkara. Við at danska stjórnin sýtir fyri, at føroyingar eru ein tjóð, so hevur hon við einum høggi tikið alla skorður undan heimastýrisskipanini. Løgtingið samtykti einmælt tann 21/3 1947, at nýggja skipanin skuldi leggja út frá tí grundarlagi, sum Føroyar tá høvdu. Hvat hetta grundarlag var, er tað sum eg havi greitt frá í bókini Føroyar á vegamóti. Tað ber í hvussu er ikki til at siga, at vit nakrantíð hava verið undir Danmark, ella at danskir myndugleikar kunnu delegera nakað vald til føroyska heimastýrið. Vit vóru í 1947 eitt egið land, sum hevði sín egna statsrætt. Føroyska tjóðin kundi í tann mun hon vildi tað lata aðrar gera tað praktiska arbeiði, men hetta var vegna ta føroysku tjóðina. Tað er rætt, at tá ið tað kemur til uttanríkismál, so er føroyska tjóðin ikki óheft, tí vit hava ein sáttmála við donsku tjóðina um at vit eru saman í kríggi. Men tað sama ger seg galdandi fyri ta donsku tjóðina. Hon er heldur ikki óheft, tí hon hevur við sama sáttmála bundin seg at okkum í uttanríkispolitiskum málum. Tað er tí sum javnaðarflokkurin segði í 1947: Vit eru javnbjóðis tjóðir. Tað danska stjórnin gjørdi við sáttmálanum um minnilutamál var tí at ryggbróta heimastýrisskipanini. Eingin hevði ímyndað sær, at danska stjórnin ímóti tí grundleggjandi sáttmálanum millum partarnar fór at taka uttanríkispolitisk stig, sum hin parturin beinleiðis var ímóti. Men tað gjørdu teir, og nú kemur so hetta afturat, at teir vilja leypa frá teimum greiðu orðunum í heimastýrislógini um at vit eru ein tjóð. Samstundis sigur Nyrup, at eru vit ikki samdir um alt, so eru vit ikki samdir um nakað! Vanliga reglan er, at verður ein áseting í einum sáttmála brotin, so er avleiðingin av hesum, at allur sáttmálin fer úr gildi. Tá danska stjórnin fer fram á henda hátt við tí sáttmála, hon hevur gjørt við okkum, so er bert eitt at gera, og tað er at fáa fólksins undirtøku fyri at danska stjórnin her er farin út um mark. Tað var hetta, sum Jóannis og Edmund gjørdu greitt tann 25. oktober, tað hava teir uppiborið allan heiður fyri. Hetta er atvoldin til, at tað er rætt at hava eina fólkaatkvøðu sum skjótast, har vit sleppa at siga frá, at vit eru samdir við okkara oddamenn í hesum spurningi. Maria Oknadal f. 3. august 1918 - d. 22. okt. 2000 Minningarorð Stillføra og drúgva stríðskvinnan Í farnu viku fór Maria seinastu ferð sína um Skopunarfjørð. Ferðin hon gjørdi allar ársins tíðir - um tað var klúgvandi - til hon nærkaðist teimum áttati. Ólønta arbeiði hennara steðgaði ikki, tá hon varð 67 ár. Hon stríddist fyri lívskorum Guðs minstu smáu, teimum, ið sjálv ikki vóru ment at tosa søk sína og teirra avvarðandi, - tey, ið verða rámað av tí, vit øll vóna, bert rámar hini. Lívið hjá Mariu gjørdist partur av søguni hjá nøkrum av felagsskapum teirra brekaðu í Føroyum. Lagnan var Mariu hørð, men vistu tú tað ikki, so grunaði tú ikki, at henda fatta og viljafasta kvinna frá bestu árum hevði tungar dagar. Hon misti børn sum smá, hon fekk børn við truplum breki, og hon misti raskan son, ið doyði frá børnum og konu, áðrenn hann var 30. Og hon gjørdist einkja í bestu árum. Sálarlig styrki og álit á Hin almáttuga hjálptu henni framá. Maria stríddist millum annað fyri at fáa tey brekaðu heimaftur, sum vóru send í útlegd. Hetta gekk ikki sum eftir ánni. Her vóru nógar og tíðarkrevjandi forðingar og vónbrot. Hon og maðurin Klæmunt vóru millum fremstu eldsálirnar og stigtakararnar til felagið JAVNA. Felagið, ið fekk stóra undirtøku millum manna og nógv á skafti. Tá tey brekaðu umsíðir komu heim á Eirargarð at búgva, var tíð uppá seta skjøtil á arbeiði fyri smærri eindum, har búfólkini kundu fáa ta lívsdygd, ið liggur í at búleikast í einum umhvørvi so nær einum vanligum heimi sum gjørligt. Maria arbeiddi ótroyttilig í nevndini í JAVNA, í MBF og í Deyvafelagnum. Hevði tú hug at biðja hana minka ferðina, tí nú var eisini tíð hjá henni at seta seg afturá, helt hon fyri, at tíðin var knøpp, og at stundir vóru ikki til at taka sær av løttum. Illgongt var og tíðarkrevjandi at koma á mál, men hon dugdi at gleðast um øll framstig á leiðini. Vit møttust tíðliga í tíðini og gjørdist vinkonur fyri lívið. Vóru millum annað á Kvinnuráðstevnu við Smyrli í Oslo saman við 160 konum úr Føroyum í 1988. Skalt tú liva við lívstreytum sum Maria, uttan at gerast beisk, skalt tú vera nakað av einum lívslistarkonu. Umráðandi er at duga at fáast við annað enn tað, ið tyngir sinnið. Hon fekk sær urtagarð, legði nógva orku í og fekk ein vakran hava, har hon eisini hevði fingið hagablómur at trívast væl. Hetta hevði hon mikla gleði av. Hon fylgdi við øllum tí, ið hendir í samfelagnum, og hon dugdi væl at síggja tað skemtiliga og stuttliga, sum ofta er í gerandisdegnum - eisini í politikki. Maðurin Klæmunt stillaði í síni tíð upp við Sverra Paturson hjá Loysingarflokkinum. Maria og Klæmunt mundu vera á einari leið, tá um samfelagsviðurskifti ræður. Tey vóru ikki sum hini í orðsins bestu meining, tey fóru ikki eftir løttum og grunnum loysnum. Góð eygleiðingarevni høvdu tey, og kundu tí siga nógv við fáum beinraknum orðum. Maria mundi vera mitt í sjeytiárunum, tá hon segði, at nú høvdu øll børn hennara tað gott, og at nú tordi hon við friði í sálini at leggja frá sær. Neyvan mundi hon seta seg afturá. Lyndið var at geva og hava umsorgan fyri, og tað hevur verið kærkomið og hent hjá barnabørnunum, ið gjørdust faðirloysingar, áðrenn tey fóru í skúla. Hon hevði stóran týdning fyri tey í uppvøkstrinum, og nú hon er farin, er hon ein góð fyrimynd. Maria fekk eitt gott lívskvøld, har synirnir Virgar og Egil fjálgaðu um hana á ein slíkan hátt, tú kundi unt øllum, sum gerast gomul. Hetta megna børn, ið eru kensluliga væl kálvfødd. Friður veri við minninum um Mariu Oknadal. Argir, Allahalgannadag 2000 Karin Kjølbro Sethúsaeigari, les hetta! Vit minnast øll at bygdi tú eini sethús so var møguligt at fáa ein rentufrádrátt í skattinum. Bjarti Mohr valevni hjá Fólkaflokkinum - listi A So bleiv rentufrádrátturin broyttur til rentustuðul - ætlanin var at hetta skuldi ganga út uppá tað sama. Vit vóru mong sum longu tá varnaðust at so fór ikki at vera. Hetta fór at vera eitt hent tól hjá teimum sum vilja hava eitt høgt skattatrýst. Hetta fór at vera byrjanin til eina avtøku ella minking av rentufrádrátt-inum. Hetta fór at vera byrjanin til at vanligar familjur ikki hava sama møguleika at byggja sær hús. Tað verður pakka inn í ymiskt pappír við ymiskum etikettum: Men ætlanin er at rentustuðulin skal minka longu í 2001 og uppaftur meira seinni: Hetta er ein umvegis skattahækkan sum verður rættvísgjørd við at kalla hana meira sosiala og at handverkarar hava ov nógv arbeiði og tjena ov nógv - tað er heilt fá ár síðani at handverkarar rýmdu av landinum vegna arbeiðsloysi, so lat teir fáa frið - takk! Í Dimmalætting 26. okt. er grein sum fýlist á at Húsalánsgrunnurin veitir vanligur føroyingum ov bílig húsalán tí tað er kappingaravlaðandi og Landskassin missir pening verður sagt. Fyri tað fyrsta er tað frí kapping á lánsmarknaðinum og eg kann ikki hugsa mær at Húsalánsgrunnurin ger nakað sum hann ikki kann standa inni fyri. Fyri tað næsta eru tað enn heilt nógvir sethúsaeigarar sum eru illa fyri fíggjarliga tí júst teirra sak ikki bleiv loyst á ein rímuligan hátt í kreppuárunum. Fólkaflokkurin hevur altíð ávara ímóti ov høgum skattatrýsti og vónandi lata sethúsaeigarar seg ikki draga uppá trá enn einaferð. Alment innlit í Tórshavn Tað er áhugavert og ikki sørt tankavekjandi, at fyrsta uppgávan hjá Løgtingsins Umboðsmanni verður at taka støðu til eina klagu frá Sjónvarpi Føroya um tørvandi alment innlit hjá Tórshavnar Kommunu. Johan Mortensen Valevni hjá Tjóðveldisflokkinum At so málið snýr seg um Tórsvøll kann ikki undra nakran, spottið í Gundadali. Tað skal ikki fyrikoma at ein fingur skal kunna setast á Fyrisitingina hjá Býráðnum. Hon skal virða øll krøv um almennt innlit hvør so enn hevur slíkan fyrispurning. Hetta er ein lógarbundin skylda og eitt moralskt krav. Býráðið og Fyritisitingin eru fólksins tæn-arar. Tjóðveldisflokkurin stuðlar fult og heilt almennum innliti. Jógvan Hugo Gardar, Oslo - hugoga@online.no Eini vandleys ráð, Bless! sigur tann fryntliga flogternan, tá vit stíga av Icelandair-flogfarinum á Leivi Hepna flogvøllinum í Keflavík. Vit eru komin beinleiðis úr Noregi uttan nakra millumlending. Í ferðalagnum eru blaðfólk, politikkarar, tænastufólk og onnur. Tey flestu av okkum hava onkrar uppgávur knýttar at norðurlandaráðsfundinum, sum hevur verið í Reykjavík hesa vikuna. Í ferðalagnum eru óvanliga nógv norsk tíðindafólk. Eitt sindur løgið havandi í huga, at norðurlendska samstarvið ikki er tað, tey vanliga brúka nógva tíð uppá. Men orsøkin man ikki vera, at tey brádliga hava fingið ein norðurlendskan anda yvir seg. Bæði forsætisráðharri, Jens Stoltenberg, og uttanríkisráðharri Noregs, Thorbjørn Jagland, eru á veg til Reykjavík. Dagin eftir norðurlandaráðsfundin byrjar landsfundurin hjá norska javnaðarflokkinum - ein fundur, sum kann gerast tann mest spennandi í nógv ár. Norsku fjølmiðlarnir brúktu fleiri 100.000 krónur til at senda tíðindafólk aftaná Stoltenberg og Jagland. Teir báðir vóru í Reykjavík í góðar 24 tímar - og tíðindafólkini fingu eingi skelkandi tíðindi frá teimum. Í umleið 50 ár hevur Norðurlandaráðið virkað fyri at skipa norðurlendska samstarvið. Vit hava fingið eitt samstarv, sum tey flestu av okkum ikki hugsa um í gerandisdegnum. Nógv av tí, vit taka sum eina sjálvfylgju, byggir á felags norðurlendskar avtalur, sum norðurlandaráðið hevur samtykt og latið upp í hendurnar á teimum tjóðarligu myndugleikunum at føra út í lívið. Vit kunnu nevna passfrælsi, møguleikan at lesa har vit vilja í øðrum norðanlondum og møguleikan at fáa okkum eitt starv í einum øðrum norðanlandi uttan at noyðast at søkja tjóðarligar myndugleikar um uppihaldsloyvi, arbeiðsloyvið ella lestrarloyvi. Vit taka tað norðurlendska samstarvið sum eina sjálvfylgju, og fyri nógvar av luttakarunum á norðurlandaráðsfundunum, so skal hetta ráð vera ein >>kaffiklubbur<<. Vit skulu vísa, at vit eru vinir og at okkum dámar hvør annan, og vit mugu fyri alt í heiminum ikki tosa um viðurskifti, sum vísa á øki, har ikki øll eru samd um eina felags loysn. Hetta er fyrst og fremst galdandi fyri viðurskifti, sum eru innanhýsis í norðurlendska samstarvinum. Ikki skal tosast um ósemjur millum lond ella partar av norðanlondum. Tað er strangliga bannað, og einstakir politikkarar eru skjótir uppá talarastólin, tá politikkarar úr øðrum londum vísa á ósemjur millum tvær aðrar norðurlendskar tjóðir. Sami peikifingur er ikki á lofti tá norðurlandaráðið brúkar tímar uppá orðaskifti um ES, Eystureuropa ella serliga baltalond. Á fundinum í Reykjavík blivu fleiri tímar brúktir til at hava eitt orðaskifti um, hvørt baltalondini skulu gerast limir í norðurlandaráðnum, hóast einki av teimum trimum baltalondunum hava søkt ella víst áhuga í at gerast limir í norðurlandaráðnum. Men tá ein íslendskur politikkari hættir sær at spyrja danska forsætisráðharran um, hví Føroyar ikki vóru nevndar í hansara røðu, svaraði ikki umboð fyri stjórnina - nei tá fór eitt føroyskt umboð upp og vísti á, at slíkt ikki hoyrir heima í norðurlandaráðnum. Havandi hendan hugburðin í huganum er tað als ikki løgið at norðurlendsk tíðindafólk halda hesar fundirnar vera einkisigandi. Frammanundan fundinum hevði bert ein danskur fjølmiðil givið boð um, at tey komu. Tað var Stockholm-blaðfólkið hjá Jyllands-Posten. Úr Svøríki kom eisini bert eitt umboð, tað var fyri Dagens Nyheter. Finnar høvdu sent ein heilan herð - men so er Finland eisini formansland í norðurlandarádnum komandi árið. Fjøldin av norskum tíðindafólkum sum komu úr Noregi brúkti ikki tíð uppá norðurlandaráðið. Tey skrivaðu um norskan politikk og vitjan Jens Stoltenbergs á deCode. Norðurlendskur politikkur er taparin - og serliga gongur hetta útyvir Útnorðursamstarvi og londini í útnorðuri, sum framvegis ikki vera nevnd av øðrum enn íslendarum, grønlandarum og føroyingum. Gongdin er vandafull, um ikki norðurlandaráðið í størri mun vísir egnum limalondum líka stóran áhuga sum Brussel, Baltalond og Eystureuuropa. Kanska tíðindafólkini høvdu skrivað um norðurlandaráðið, um ikki politikkararnir eru so bebbaræddir fyri at nerta við innanhýsis ósemjur. Sum er heldur kaffiklubburin fram í einum vandaleysum ráði. Skúli síðani 1547 SØGA Jens Marius Hentze, lærari skrivar "Tórshavnar Skúlasøgu", sum nú kemur út í bók. Elsta skjalið hann hevur funnið er 453 ára gamalt Birgir Kruse Tórshavnar Býráð hevur tikið stig til at skúlasøga høvuðsstaðsins verður skrivað. Og nú er hon í nánd. Innan mánaðin er úti verður henda forvitnisliga bók við hópin av upplýsingum løgd fram fyri almenninginum. Rithøvudurin aftanfyri rúgvusmiklu skúlabókina, hon telur 530 síður, er Jens Marius Hentze. Í vævi er bókin heilar hundrað síður drúgvari enn ein líknandi skúlabók, nevniliga bókin, sum lýsti 100 ára søgu Føroya Lærarafelags. Árni Dahl ritstjórnaði hesi stásiligu bók, sum taldi 430 síður og kom í 1989, tá Lærarafelagið fylti hundrað. Um somu tíð kom bókin "Føroyskir fólkaskúlalærarar", sum ikki bert lýsir limir Føroya Lærarafelags, men eisini farnar lærarar í Føroyum, heilt aftur til 1870. Nýggja bókin "Tórshavnar skúlasøga" lýsir við orðum, skjølum og myndum umstøðurnar innan skúlagátt í Havn frá byrjan í 1547. Greitt verður frá latínskúlanum, danska skúla, almúguskúlanum, arbeiðsskúlanum, realskúlanum og skúlagongdini í kommunalu og privatu skúlunum í 20. øld. Ein partur í bókini er um skúlarnar í Kaldbak og Hoyvík, á Hvítanesi og Argjum. Eisini verður skrivað um virksemið hjá kvøldskúlanum og musikkskúlanum, sum seinni komu til. Í bókini er eisini yvirlit yvir lærarar í barna- og realskúlanum, sum við gloppum røkkur aftur til umleið 1660. Rithøvundurin Jens Marius Hentze er útbúgvin lærari frá Føroya Læraraskúla 1964. Fyrsta árið sum lærari var hann í Hvalba, men síðani 1965 hevur hann verið í Kommunuskúlanum í Havn. Í stuttum viðtali, nú bókin um Tórshavnar skúlasøgu á síðsta sinni er til rættlestur, sigur Jens Marius, at ætlanin er, at bókin kemur út innan november mánaði er úti. Umframt skúlasøguna, hevur Tórshavnar Býráð eisini í umbúnað at skriva eina býarsøgu, so sum ein arbeiðsbólkur, settur av Býráðnum, skjeyt upp fyrr í ár. Føroyskir pengar í donskum filmi BROTSMENN Í Danmark er nýggjur filmur komin fram, sum lýsir harðrenda lívið í undirverðini, júst sum var tað Tarantino og Scorsese í USA. Og tað eru føroyskir pengar, ið seta ferð á søguna. Skuldareyvin Søren Pilmark skyldar nevniliga einum harðrendum asfaltsføroyingi pengar Birgir Kruse Í donskum biohallum hevur filmurin "Blinkende lygter" gingið í eina viku. Hetta er fyrsti filmur sum Anders Thomas Jensen letur rulla. Tó, tá vit siga fyrsti, skulu vit taka tað við fyrivarni. 28 ára gamli Anders Thomas Jensen er einasti dani, sum tríggjar ferður upp í slag hevur verið í uppskoti at fáa tiltiknu Oscar-virðislønina. Tað var fyri stuttsøgufilmarnar "Ernest og lyset" í 1997, "Wolfgang" í 1998 og "Valgaften" í 1999. Í hesum triðja førinum eydnaðist. Danski Jensen eigur sostatt ein gyltan Oscar. Umframt at hava gjørt hópin av stuttfilmum, hevur Anders Thomas Jensen eisini skrivað, ella medvirkað í søgunum, sum fleiri nýggir og stílskapandi danskir filmar byggja á. Teirra millum eru "Mifunes sidste sang" og "I Kina spiser de hunde". Í løtunu skrivar hann saman við Søren Kragh-Jacobsen handritið til filmin "Skagerak". Ivaleyst hevur hesin evnaríki unglingi møtt føroyingum í Keypmannahavnska náttarlívinum ella kann henda í døkku undirverðini. Føroyingar, sum eta fisk og alt sum fyri er - við skræðu! Harðrendir búllar, sum herja beint á og ikki smæðast fyri dirty tricks, tá skuldin skal inndrívast. So nú er at siga takk fyri síðst og dríva tað inn, sum hann eigur á. Føroyingurin hjá dananum. Skuldin skal gerast upp, tað er kjarnin í filminum "Blinkende lygter". Høvuðsleiklutin í hesum nýggja filmi hevur Søren Pilmark. Hann er brotsmaðurin Torkild, ið skyldar "Føroyinginum" pengar. Ikki niðurlagda blaðnum, men harðrenda pengalánaranum úr Føroyum. Henda leiklut hevur Peter Andersson. Og so tyngjandi og balstýrin er hesin leiklutur, at eygleiðarar í Keypmannahavn, sum Havnar Bio hevur samband við, ráddu frá at taka filmin heim til Føroya, tá útleigufelagið ScanBox bjóðaði hann fram. Filmurin er rein provokatión, varð sagt. Tí verður hann ikki vístur í Havnar Bio. Í Havnar Bio siga tey annars, at áhugin fyri donskum filmum er mest sum horvin seinastu árini. Okkurt bendir á, at danskir filmar ikki longur hava "sympati" millum føroyskar áskoðarar. Men undantøk eru. Teirra millum er fyrst og fremst Bille August og allir filmar hansara og so eisini teir báðir filmarnir "Breakin' the waves" og "Nattevagten", sum báðir gingu heilt væl, sigur leiðarin í Havnar Bio. Tað tykist sum Lars von Trier ið hevur gjørt "Breakin' the waves" hevur ein avmarkaðan, men avgjørdan skara av viðhaldsfólkum í Føroyum. Tí fara vit eisini at sýna nýggjasta film hansara "Dancer in the dark" á Listastevnu Føroya í august næsta ár. Kann henda, at vit vísa hann innan. Men í hvussu er eisini á stevnuni í august, sigur Louis Jacobsen í Havnar Bio. Knopfler, Hamsun A world away from the coaly Tyne, sailing to Philadelphia, to draw the line, the Mason-Dixon Line Birgir Kruse Tá Mark Knopfler ger tónleik lesur hann altíð í bókum. Og er oftast á ferð. Tá hann yrkti "Telegraph Road" í 1982 læs hann í The Growth of the Soil hjá Knut Hamsun, ið er enska heiti á skaldsøguni, hvørs norska upprunaheiti er Markens Grøde. Í 1972 gav Bókagarður søguna út í týðing Heðin Brú's við heitinum Vælferðin. Við hesi bók í føvninginum lendi Mark Knopfler í amerikanska ídnaðarbýnum Detroit. Hann koyrdi gjøgnum býin, hugdi upp úr bókini og sáð einusinni skelti "Telegraph Road". Vegurin tyktist ongan enda hava og honum kom til hugs hvussu vegurin mundi verða vorðin til. Hann klamsaði bókina saman og har var sangurin. Frítt hangandi í luftini. Í 14 minuttir á plátu. Sama hendir 18 ár seinni. Í amerikanska býnum Philadelphia millumlendir bretski gittarsnillingurin og hevur eina bók hjá amerikanska rithøvundanum Thomas Pynchon við sær. Pynchon er føddur í 1937 og hevur skrivað fantastiskt merktar, ofta dapurskygdar skaldsøgur, gjøgnumsúrgaðar av ertandi svørtum skemti. Hann hevur fingið Faulkner-virðislønina fyri bókina "V" í 1963 og National Book Award fyri "Gravity's Ranbow" í 1973. Henda bók verður mett sum høvuðsverk hansara. Skaldsøga Pynchon's, sum Knopfler lesur í "Mason & Dixon" kom í 1997. Bókin er um amerikanska trælamarkið The Mason-Dixon Line. Knopfler lesur og ferðast. Burturúr kemur "Sailing to Philadelphia", har hann syngur saman við James Taylor. Í sanginum spæla báðir hvør sín leiklut. Taylor er Mason og Knopfler er Dixon. Báðir eru teir bretar ávegis til nýggja heimin. Teir sigla úr "coaly Tyne to draw the line, the Mason-Dixon line" sum sagt verður í sanginum "Sailing to Philadelphia". So tónleikur Knopflers tykist spretta úr tí at fara um mark. At flyta seg millum heimspartar, fólkasløg og mentanir. "Sailing to Philadelphia" er nýggjast fløga Mark Knopfler's har kend nøvn sum Van Morrison, James Taylor og Gillian Welch medvirka. Fýra ár eru liðin síðani Knopfler síðst gav fløgu út í egnum navni. Tað var "Golden heart". Hetta fýra ára skeiðið hevur gittarsnillingurin, sum er føddur í Glasgow, men vaks upp í Newcastle, tó gjørt tónleik til tríggjar filmar: Wag the Dog, Metroland og A Shot at Glory. Mark Knopfler, sum er 51 ára gamal, er útbúgvin lærari. Sigst, hann hevur vitjað í Føroyum. Vit frætta fegin, um nakar sá hann fara um mark. Bókastevna í Forum Durita Holm verður á básinum hjá Borgen í Forum Birgir Kruse Fríggjadagin letur upp árliga bókastevnan "BogForum 2000" í Forum í Keypmannahavn. Hetta er 9. ferðin at stevnan verður hildin. Gestirnir eru ikki bara danir, men eisini úr Føroyum og umheiminum annars. Ein av forvitnisligu gestunum úr Føroyum, er sjónvarpsaktuella Durita Holm, sum siglt hevur við Sølku Vølku kring knøttin. Hon verður at hitta á básinum hjá danska forlagnum Borgen. Á altjóða bókastevnuni í Frankfurt varð bók hennara um ferðina við ferro-cement bátinum, sum áður hevði heimstað á Sandi, at síggja. Á stevnuni í Forum sæst og hoyrist alt, ið hevur við bøkur at gera. Nýggjar útgávur, kjak og samrøður við rithøvundar, sum signerað og lesa upp. Og afturvið fæst kaffi og bjór. Umframt at hitta aktuellu rithøvundarnar ber til at verða við í kjaki um mannarættindi, nýfeminismu og multietniska nýdanmark. Umframt Duritu Holm, verða Bret Easton Ellis, Anita Desai, Per Olov Enquist, Liza Marklund og Jan Guillou millum teir útlendsku rithøvundarnar, sum ivaleyst fara at gera vart við seg á bókastevnuni í Forum. Allir teir aktuellu donsku rithøvundarnir møta og ætlanin er eisini, at hansara hátign Heindrikur Prinsur vitjar í Forum og lesur úr egna yrkingasavninum "Cantabile". Nú Ingrid Drotning doyði er óvist hvussu hetta verður. Atgongugjaldið er 60 krónur og dyrnar lata upp fríggjadagin hin 17. november klokkan 10. Stevnan varir í tríggjar dagar. Eina knappa viku eftir stevnuna er ársins síðsta stóra rockkonsert á sama staði. Tá fara D:A:D og Sort Sol at spæla so oman rapa allar bøkur. Mín jólabók í 50 ár Kvinnur skriva søgur í ársins jólabók, sum í ár hevur hálva øld á baki Birgir Kruse Jólini nærkast í hvørjum. Soleiðis syngja vit. Og ikki er tað sørt, at hetta lagið longu er at hoyra frammanfyri mongum handilsglugga á bygd og í bý. Príslistar, vøruskráir, jólakalendarar og glitrandi sernumrini av stóru donsku vikubløðunum eru longu komin og allarhelst lisin. Í Danmark hava illar nissur savnað seg í Nissernes Befrielsesfront at krevja, at einki jólapynt og einki, ið ber brá av jólum, skal síggjast, hoyrast ella takast framm fyrr enn fyrsta lúkan er latin upp - hin 1. desember. Tástani kann talast um eini røtt jól. Halda tey. Men tá lepin um at tekna seg til jólabókina verður borin heim, tá stundar av sonnum til jóla. Kring alt landið hava lærarar trúliga býtt út seðlar, so "Mín jólabók" kann koma í hvørt hús, tá børnini fara heim í jólafrí. Trúliga hevur hetta arbeiði verðið gjørt í hálva øld. Tí so gomul er jólabókin. Hin fyrsta kom í 1950. Og ivaleyst eigur onkur allar bøkurnar, komnar eru hetta drúgva skeiði. Í hesum fimti ára skeiði er tó eitt ár gloppið burturímillum. Tað var tað árið, ið Lærarafelagið gav út vælumtóktu "glæstribøkurnar". Tá kom eingin jólabók. Ráðini vóru ikki til tess. Í ár, nú 50 ár eru liðin síðani fyrsta jólabókin kom út, er tað hin unga Tanya Eyðunsdóttir Joensen, ið hevur myndprýtt bókina. Tanya er ættað sunnan úr Vági, er sjálvlærd tá um tekning ræður og arbeiðir dagligt á Bacalao í Havn. Tanya hevur teknað fyri Barna- og Ungdómsblaðið, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags eisini gevur út, í tvey ár. Sum vanligt er jólbókin fjølbroytt. Har eru søgur og yrkingar, bæði uppruna føroyskar og týddar. Meginparturin er uppruna føroyskur og hyggja vit nærri, síggja vit, at kvinnuligir høvundar eru aftan fyri allar søgurnar. Tær skrivandi kvinnurnar eru m. a. Lydia Didriksen, Sólrun Michelsen, Birgit Arge, Maud Heinesen og Ella Smith Clementsen. Ein mann fái eg eyga á, soleiðis við fyrsta eygnakast, tað er sálmayrkjarin norðan av Eiði Kjartan Stakksund. "Mín jólabók" fevnir um 130 síður og kostar 70 krónur. Útgevari er Bókadeild Føroya Lærarafelags. Melur allar tættir saman BÓKMENTIR Innanskalla livir í skaldskapinum enn. Og tað soyrir ikki bara, tað logar enn. Væl er heilavillandi Carl Johan Jensen Ummæli: Regin Dahl: Smámunir Orð og løg, 2000 Mitt í øllum ólavsøkusveigginum, sjálvan ólavsøkuaftan - tann seinasta í øldini, sum skjótt líður undir lok - kom nakað fyri, sum, tó eg ikki vil kalla tað eitt undur, kortini er rárasta hending í hesum saltváta heimbýli okkara. Á einari lítlari og yvirlætisleysari samkomu í einum listframsýningarhøli niðri við Fríðriksvág (t.e. í Vágsbotni) legði forlagið Orð og løg fram eitt nýtt verk eftir ein av varðunum í føroyskum bókmentum í tjúgundu øld. Hetta var eitt yrkingasavn. Smámunir eftir Regin Dahl. Sum oftani hjá Regini Dahl gevur tittulin lítið um seg, hann stendur mest sum ein lítillátin, ja hálvsmæðin tilsiping á permuni til teir vindar av sjálvsiva sum aftur og aftur taka harðlig tøk í tann skapandi tilvitsstreymin, hvønn veg ið hann so rennur. Eg skal beinanvegin viðganga, at tað var við einum tvídrátti innast í sálini og ikki uttan honk, at eg tók mær hesa bók í hendur og fór at kaga í hana. Eg, sum eri øll hesi árini yngri og ikki fríur fyri ta blíðernu tolsemi heldur, sum tann hálvungi mangan vil vísa tí eldra, ikki at siga aldraða undangongumanninum. Eg hugsaði, at eg fór at kenna meg onkursvegna sum Kristian á Brekkumørk á sinni, tá ið hann loysti kjaftbandi á berjaposanum hjá Hans Andriasi í Áarstovu. Eg hálvkvíddi fyri, at her fór eg at finna ymist í, sum væl kundi vera í skaldskapar nánd, men ikki var skaldskapur - í øllum førum ikki skaldskapur, ið stóð mát við tað, sum Regin Dahl yrkti í bestu árum. Men tak handa fanan, mátti eg ikki eta hetta aftur í meg. Tí væl kann tað vera, at ellisvomm og viðurmøði tyngja á skrokkin og boyggja knøini, at eyguni fara, hoyrnin við og tenn ringla í heysi, men innanskalla livir í skaldskapinum enn. Og tað soyrir ikki bara, tað logar enn. Væl og heilavillandi. Skaldskapurin í nýútgivnu bókini ber í mongum og mørgum dám av hesum, ið fær barokktónleik at taka seg út í huganum sum ein rennandi løk. Yrkingarlagið er (eins og Regin Dahl sjálvur sigur um tónlistina hjá Bach í yrkingini Bach=svitur, Orðakumlar bls. 94-96) reint og fløkt, alt í semju, alt í sóma, men eisini í sama viðfangi meldrar og afturundirgerðir. Yrkingarnar eyðkennast yvirhøvur av einum samanumtakandi klárleika, sum bæði er sárur, men eisini rúmar í sær unnileikans látur og ljós eitt nú hesi í yrkingini (bls. 43): Dansistovan var stongd. Úti hulislig nátt og í veitum burtur og hjá hoyrdi tú av og á lítlan látur og andadrátt. Men eingin sá. Málsliga og yrkingarlagsliga bregður savnið ikki úr ætt. Tær málsligu røturnar liggja enn niður í ta gomlu almúgumentanina, sagnirnar og kvæðini. Yrkingarlagið er opið og yvirhøvur leyst við myndburð og annað skaldsligt prunk og prál. Evnisliga, man onkur lesari óivað eisini halda, er tað nógv tað sama tógvið, ið skaldið hevur á snælduni her. Jú, gaman í er tað tað. Men hvat ger tað sum so, um tað eru somu tættirnar, ið verða maldir saman, um snældan ikki er runnin at enda enn? Er tað ikki tað, sum sermerkir skaldskap, ið nakar munur er í, at hann kann taka fáar træðrir saman í eitt band, sum heldur. Í ein lesning. Í Smámunum tekur Regin Dahl afturíaftur tey megin-temu, sum hava verið uppstøðan í skaldsakapi hansara heilt aftur í hálvtrýssárini. Hann gevur í kast við somu tilvistarligu spurningar, sum eitt nú í Óttukvæðum (1955), Gongubitum (1965) og Orðakumlum (1978). Her sæst aftur tann serkendi ansurin fyri tí varandi og verðuga, ið tann kristna barnatrúgvin og Jesuspápin sum fyrr eru ímyndin av. Her er tann eirindaleysa sjálvskanningin, tann varliga metandi, sundurgreinandi og ósamtíðarliga mentanarskoðanin. Her er skemti. Gleðin. Hjartalagið fyri lívinum, halgini og samskapninginum. Her er tann afturbeinda tíðin, sum ferð eftir ferð kemur so ólagaliga á nútíðina við sínum avdúkandi og speiliga ljósi. Hvør minnist ikki yrkingar sum t.d. Kvæði fremsta framtakskappa landsins Her er tað andstadda og mótsetta í allari veran. Her er tað nærkunnuga og forgeingiliga tvinnað saman við hitt æviga, neyvt og minniliga, eitt nú í yrkingini Á sjúkrahústrappuni (á bls. 67). Sum býurin lýsir á hvørjari høvd. Húsini skína sum vóru tey gjørd úr stjørnutilfari og fólkini sum skuggar millum húsanna - øll, hvør negl, hvørt hár, hjarta ið dukar, blóðið, ið rennur rennur - úr sama tilfari - so, nú kemur bilurin við glógvandi lyktum eftir tí sum er eftir av mær - ja, vit eru øll gjørd úr stjørnutilfari.. Her er ástin, holdsins lukka og lívsuggin í einum forbrendum og illum heimi (sí t.d. bls. 61): Kossurin er kostarligur, kíning um vangar og herðar, holdsins lukka - at makast búk á búki - undurið av øllum. Vitska at fremja lívið - men seinni at venda sær hvørt á sína lið í song síni heilsast rumpa móti rumpu. Her er ævikvøldið við sínum hvokna lívføri og mannminkandi avmarkingum (sí t.d. bls.) : Ill er ellin: sperðil og spini alt gongur fyri. Ill er ellin: lungu og livur hjarta og nýru avroðini øll alt gongur fyri. Og síðani seinasta forraði: deyðin, sum bæði er ósvitaligur endi og byrjan. Eg nart omanfyir við samfelagspeiði, ið javnt og samt vallar undan í skaldskapinum hjá Regini Dahl. Í hesum savninum er tann tátturin kanska upp aftur sjónskari enn áður og tónin eina øgn hvassari og minni umvegis t.d. í hesi yrkingini á bls. 37: Og smádreingirnir! Teir spæla við teldum og øllum loftsins máttum - tað er eitt spæl, tað er einki fyri, siga teir. Ja, tað er helst alt samalt bara eitt spæl. Summir av hesum samfelags- og mentanaratfinnandi tekstunum eru skornir burtur úr ørindum, sum nærum hvørt mansbarn á klettunum man kenna. Ørindum úr skjaldrum (sankta Mortan) og yrkingum eftir klassisk skald bæði føroyskum máli (t.d. áarstovubrøðurnar) og øðrum málum við (t.d. Goethe). Ørindini verða snaraði soleiðis, at ein spenningur skapast millum tað upprunaliga innihaldið og sjónarmiðið hjá framsøgufólkinum í tí nýggja tekstinum. Hetta er eyðvitað eitt gamalt og kent stílbragd, men er brúkt við fynd og hegni her. Tak t.d. yrkingina Føðilands kvøða (bls. 71), har orðini í yrkingini hjá Janusi Djurhuus Føroyar, mítt land (nr. 6. í Føroyafólks) fimliga verða snarað á ranguna: Føroyar, mítt land, o oljuborg fría, teg vil eg herja, í rustdustið stíga, stríðast sum hetjan, tá blóðpengin gól - girndtempul høga í setandi sól. Samanborið við eldri søvn eftir Regin Dahl, hevur hetta nýggja savnið, haldi eg, ið hvussu er, okkurt av tí uppi við sær, sum gav tí lítla savninum Úr sjón og úr minni (1978) hjá Christiani Matras sítt serliga lag og dám. Í tí savninum eru øll megintemuni í skaldskapinum hjá Christiani Matras at finna, men framsett í einum einfaldaðum, útímóti haikukendum orðalag. Eg veit eg sjálvandi at hetta eru ógvuliga ólíkar bøkur, hvat tá, men tær hava tað í felag báðar, at høvundunum liggur á at taka saman um, at skava tað óneyðuga, ja smámunirnar so at siga, burtur og koma inn at tí, sum er kjarnin, sjálvt alið í skaldskapi teirra. Eg skal ikki siga, at hetta er besta savnið, Regin Dahl hevur latið úr hondum um ævina, og tað er so eisini ringt at døma um í øllum førum og verður ongantíð annað enn mín einstadda og sjálvklóka meting og lítið viðkomandi. Tað sum um ræður og fer at standa eftir tá ið av tornar er at hetta er skaldskapur, afturhaldsamur skaldskapur kanska og afturlítandi, jú, jú, men kortini skaldskapur, føroyskur skaldskapur, sum hevur gjørt okkum mun og eisini fer at gera okkum mun, meðan vit enn eru yvir moldum og hava vit til skilja skrivað ella mælt mál. Føroyskir Listgrafikarar Týsdagin tóku fimm listafólk úr felagnum Føroysk Myndlistafólk seg saman og stovnaðu eitt felag fyri listafólk, sum sjálv prenta egin listaverk Heitið á nýstovnaða felagnum er Føroyskir Listgrafikarar. Limirnir eru Astri Luihn, Marius Olsen, Karstin Olgar Lamhauge, Aase Bømler Olsen og Jóna Rasmussen, sum øll eru grafikarar. Felagið hjá Føroyskum Listgrafikarum hevur sum endamál at fremja áhugan fyri og vitanina um grafisku listina við m.a. at skapa karmar og skipa fyri framsýningum, skipa fyri fundum, fyrilestrum, ráðstevnum og tílikum fyri at lýsa grafisku listina og umstøður hennara. Eisini er ætlanin at skipa fyri útgávu av minni ritum og størri bókaverkum um føroyskan grafikk og skipa fyri prenti og útgávu av grafiskum listaverkum Miðað verður móti at fáa egna pressu og egin høli at arbeiða í. Longu nú er ein framsýning við teimum fimm á skránni undir Listastevnuni, sum Norðurlandahúsið skipar fyri í august næsta ár. Føroysku grafikararnir hava verið sera virknir seinasta árið. Marius Olsen hevur havt framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn, tað sama hevur Karstin Olgar Lamhauge. Í summar varð tann nýggja altartavlan, sum Karstin Olgar hevur skapt, vígd í Hattarvíkar Kirkju. Hetta er eitt stórsligið verk, sum listamaðurin hevur arbeitt við í fleiri ár. Aase Bømler Olsen hevur konsentrerað seg um bókaútgávur, ikki færri en tvær bøkur hevur hon givið út í ár. Tann eina, har hon sjálv stendur fyri hugskotum og grafiskari útforman, er úr røðini >>Stuttlig tøl<< sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur út. Hin er úr røðini >>Skýmingarløtan<< frá Dansk Bogforlag. Hetta er tríðja bókin, sum Aase Bømler Olsen myndprýðir. Astri Luihn hevur gjørt permumynd til bókina >>Hvør av øðrum<<, hjá Maluni Marnarsdóttir. Astri Luihn hevur seinastu tíðina arbeitt við tí stóru framsýningini í New York, har fimm føroysk myndlistafólk luttaka. Listaverkini eru send avstað, og framsýningin letur upp á Manhattan 5. desember. Jóna Rasmussen hevur verið íðin at fáa grafiska verkstaðin í listaskúlanum í gongd. Hon hevur saman við hinum grafikarunum verið við á Várframsýningini og Ólavsøkuframsýningini. Føroysku grafikararnir hava eisini víst list sína á Gallari Oyggin í Suðuroy. Sjálvlærdur slóðbrótari JAZZ Danski trompetspælarin og tónasmiðjurin, Palle Mikkelborg, fær tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins Edvard Nyholm Debes Í okkara árum verður nógv brúkt at geva virðislønir fyri ymisk mentunnaravrik, og ofta eru tað frammanundan kend og vird listafólk, ið vald verða at móttaka hesar virðislønir. Í hesum sambandi verður spurningurin ofta havdur á lofti, um tað nú er tann rætti, sum hesaferð fær hendan heiðurin. Vit hava øll okkara egnu hugsan um listafólk og teirra arbeiði, og tískil vil altíð vera ómøguligt, at øll eru samd í einum slíkum máli. Tað er eisini ringt at siga, um viðkomandi er tann einasti rætti til slíkan heiður, men vit kunnu so í øllum førum rokna við, at viðkomandi best líkur tær treytir, ið settar eru. Og havast má eisini í huga, at tann, ið fær virðislønina, verður mettur við hini listafólkini í uppskoti, og tískil vinnur hana í kapping við tey. Tað kann helst ikki verða so nógv ørðvísi. Síðani verður altíð nógv tosað um stóru peningaupphæddirnar, sum ofta fylgja við teimum størru virðislønunum. Hví skulu hesi fólk, sum frammanundan eru so væl farin, fáa uppaftur meir? Hví ikki heldur heiðra eitt yngri og minni múgvandi listafólk, sum meira hevur brúk fyri og tráar eftir viðurkenningini og peningagávuni, og sum kann hugsast at hava størri part av einari skapandi framtíð framman fyri sær ! Til alt hetta er at siga, at tað er meira greitt at virðismeta eitt stórt lívsverk, sum er framt, heldur enn at meta um, hvussu avrikini hjá einum sera gávuríkum fara at hátta seg fyri framman. Um stóru peningaupphæddirnar, sum vinnarin eisini fær, er at siga, at ringt er at vita, hvat annað man skuldi givið. Peningur er nú helst tann týðiligasta virðismetingin, vit hava á okkara døgum. Kanska tíanverri ! Um vit skulu hugsa um, at virðislønin skal til ein listamann, sum hevur brotið slóð, so kann ikki sigast annað enn, at Palle Mikkelborg er ein rættur móttakari av Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2001. Í uppskoti vóru 12 onnur tónlistafólk úr Norðurlondum, og sæð í skininum av hesum hópi, mugu vit siga, at hann fekk kapping, men at munurin á Mikkelborg og hinum hóast alt er týðiligur. Mikkelborg er kanska tað gávuríkasta - og mest víttfevnandi fólkið, sum hevur verið, og er, í donskum jazzi. Mikkelborg varð føddur í Keypmannahavn undir krígnum í 1941. Hann er sjálvlærdur trompetspælari og tónasmiðjur, og hevur tí í tónleikinum aldri havt annað at líta á enn sínar egnu gávur og hegni. Og hetta er kanska upprunin til hansara heilt egna tónleikaunivers. Hann byrjaði at spæla trompet sum 15 ára gamal, og hevði slíkar gávur, at hann longu trý ár seinni kom við í Knud Raths orkestur og helt tey komandi árini áframm í m.a. kvintettini hjá Jørgen Borch. Í 1963 hevði Danmarks Radio stovnað teirra fyrsta stóra jazzorkestur, Radiojazzgruppen, og her kom Mikkelborg við eftir at hava spælt trompet í bert seks ár. Sama orkestri bleiv hann leiðari av 1967-70, samstundis sum hann eisini var limur í Radioens Big Band, tað størsta jazzorkestrið hjá Danmarks Radio, í dag víðagitið um alla verðina. Men Mikkelborg hevði eisini hug at royna um hann kundi halda flogið á egnum veingum, so hann stovnaði sítt egna áttamans orkestur longu í 1965. Eisini hevði hann eina kvintett saman við heimskenda danska trummuspælaranum, Alex Riel, og spældu teir bæði á Montreux - og á Newport Jazzffestivalunum í 1968, - báðir av teimum størstu jazzfestivalunum, sum eru. Hetta árið var hann eisini so frammaliga, at hann bleiv valdur til ársins jazztónleikara í Danmark. Í hesum árum vóru eisini fleiri plátuinnspælingar við RadioJazzgruppen við Mikkelborg á odda, bæði sum leiðara og tónaskaldi. So her sæst longu, at vit hava við ein úrmæling at gera. Han kom sær skjótt fram í danska jazzlívinum og var ein tann gávuríkasti jazztónleikarin tá. Millum aðrar, seinni víðagitnar danskar jazztónleikarar frá hesi tíð eru trummuspælarin Alex Riel og Niels Henning Ørsted Pedersen, sum sjálvur bleiv tillutað Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins í 1991. Í heila tikið vóru hetta sera frugktagóð ár í danska jazzlívinum við Keypmannahavn sum einum at kalla europeiskum jazzmiðdepli. Allir teir stóru amerikansku jazztónleikararnir spældu nógv í tí legendariska jazzhúsinum Montmartre, og hetta kom táverðandi fremstu donsku jazztónleikarunum til góðar. Teir spældu undir hjá teim stóru og kendu og lærdu av teimum. Hetta var sera gevandi jazzumhvørvi, sum eisini er ein fyritreyt fyri at skapa heilt stórar tónleikarar. Fram til hetta var Mikkelborg mest ein sera góður tónleikari, sum varð virdur fyri sítt góða handalag og fyri at stjórna og skriva tónleik. Men tað var í hesum tíðarskeiði, fyrst í 70'unum, at jazztónleikurin tók eina vend, eisini í Danmark, og her var Palle Mikkelborg ein av teimum fyrstu og skjótastu at fylgja tí møguleikanum upp og skapa sítt egna tónleikaunivers. V8 var eitt orkestur, Mikkelborg gjørdi saman við Alex Riel, og tað vardi frá 1970-75. Hetta orkestrið tók tráðin upp frá tí rákinum, sum var úti í verð, at jazztónleikurin bleiv meira elektriskt háttaður, og at aðrar stílartir blandaðust í jazztónleikin. Orkestrið V8 leiddi so víðari til tað fyrsta orkestrið, har Mikkelborg rættuliga fekk sett sítt stempul á, sum ein nýskapari í donskum jazzi. Orkestrið Entrance. Lurtar tú aftur í dag, er Entrance tað orkestrið, har tú týðiliga hoyrir tann Mikkelborg, sum hann skuldi blíva. Hansara tónleikur her er sera nýbrótandi, men tó melodiøsur og lættur at fata, og serliga saman við tangentspælaranum Kenneth Knudsen, sum eisini er víðagitin í jazzinum, skapti Mikkelborg eitt heilt serstakt ljóð, sum er so nógv sítt egið, at ongin hevur gjørt sær ómak at herma honum tað eftir. Um vit skulu sammeta Entrance við nakað, kan tað verða við legendariska Weather Report hjá Joe Zawinul, sum eisini hevði ein heilt egnan máta, sum ongin annar enn teir sjálvir kunnu endurgeva. Og hetta er tað sum ger eitt tónlistafólk einastandandi. At tað er ført fyri at skapa sær sítt egna tónamál, sum ongin annar kann skriva ella tosa, men øll sum lurta onkursvegna lættliga fata. Tað næsta slóðbrótandi stigið, hann tók, var tá hann saman við Kenneth Knudsen og Niels Henning Ørsted Pedersen í 1986 innspældi plátuna "Heart to Heart", sum gjørdist rættulig fólkaogn í Danmark. Víst var tað jazztónleikur á hesi plátu, men teir megnaðu í so stóran mun at gera tónleikin einklan og lættskildan, at hann seyraði beint inn. Góð løg í løttum og norðurlendskum klangbúna, ein pláta heilt fyri seg sjálva. Sum altíð, hevði Mikkelborg her bert teir allarbestu tónleikararnar afturat sær, og hesi evnini, bara at umgyrða seg við teimum bestu, er eisini við til at skapa tann stóra listamannin. Palle Mikkelborg hevur alla tíðina, fram til í dag, verið virkin í tónleikalívinum og hevur verið nógv brúktur sum solistur hjá orkestrum uttanlands. Eisini hevur hann skrivað nógv verk til bigband og t.d. eisini symfoniorkestur. Omaná alt hetta, hevur hann arbeitt við einum stórum parti av teim týðandi fólkunum innan jazzin, bæði í Europa og USA. Men Mikkelborg heldur áframm. Hann fekk mitt í 80'unum hug at skriva eitt verk til sína egnu stóru fyrimynd Miles Davis. Tað skal hugur til at hætta sær undir eitt tílikt tiltak , tí Miles Davis var, og er enn, sæddur at vera tað mest týðandi, sum yvirhøvur er hent nýggjari jazztónleiki. Men høvið kom, tá Miles Davis fekk tillutaða Sonning virðislønina í 1984, og Radiobigbandið hjá DR samstundis fylti 20 ár. Mikkelborg samstarvaði við Miles Davis um verkið "Aura", sum bleiv spælt av Radiobigbandinum og øðrum úrvalstónleikarum. Hetta var ein stórhending, sum gav ljóð um allan jazzheimin. Miles Davis var solistur á verkinum, sum seinni kom á plátu, og her hoyrist týðiliga, hvussu stóra virðing hesin lítilátni Mikkelborg hevur fyri Davis. Hetta er eitt verk, sum tónleikarliga gevur Davis alt tað, hann hevur uppiborið, meðan tann lítilátni Mikkelborg heldur seg aftanfyri, har hann veit at hann í hesum føri, eigur at verða. Fløgurnar frá Mikkelborg hesi seinastu árini hava borið brá av, at hann altíð er nýhugsandi og ikki er bangin fyri at nýta tað nýggju tøknina í tónleikinum. Av tí at hann altíð gongur egnar leiðir, er tað ikki altíð at fyrsta ummælið er so stórsligið, men tá tað er gingin ein tíð, so vísir tað seg altíð, at líka mikið hvussu tú vendir tí, so er tónleikurin so góður og varðandi, at tú kanst ikki annað enn taka undir við, at Mikkelborg aftur hevur gjørt okkurt framúr og viðkomandi. Tað eyðnast honum stórt sæð hvørja ferð. Nógv kann nevnast um tann virkna Mikkelborg, í okkara áhuga m.a. hansara holla samstarv við Óla Poulsen á tveimum teim seinastu fløgunum, men tað vil blíva ov langt og vit høvdu ikki fingið alt við allíkavæl. Við sínum gávum og sínum vilja at skapa av nýggjum og við sínum alski til tann róliga norðurlendska tónan, má hesin úrmælingur sigast at vera ein rættur vinnari av Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2001. Vit lata hann sjálvan enda við orðum, hann segði, tá hann bleiv almannakunngjørdur vinnari: "Mere end hjerteligt tak for denne pris, som jeg værdsætter meget. Vit kunnu nevna at vit fáa gleðina at hoyra Palla Mikkelborg í samband við Listahátíðina, august 2001. Grundgeving frá NOMUS: Úrvaldur tónleikur við Palle Mikkelborg Eg elski bøkur BØKUR Nú á døgum verður ofta sagt, at føroyingar geva bara bøkur út til jóla. - Ein kanning vit hava gjørt vísir, at rætt er, at nógv tær flestu føroysku bøkurnar verða útgivnar seinasta ársfjórðingin í árinum, sigur Martin Næs landsbókavørður, sum undir heitinum "Bókatal og bókasvøvn" helt fyrilestur í sambandi við tiltakið "Bókin ár 2000" Martin Næs Tað árið tá ið Leo Tolstoj varð føddur í Russlandi - í 1828 - , tóku menn í Føroyum, saman við øðrum góðum fólki, á seg at skipa fyri bókasavnsvirksemi her í býnum. - Tá búðu uml. 6.200 fólk í øllum Føroyum, og tá vóru ikki meira enn einar 2 bøkur skrivaðar og útgivnar á okkara egna máli. 5. november 1910 - á 82 ára stovningardegnum hjá hesum stovni, tit í dag hava leitað tykkum inn í - tá doyði Leo Tolstoj. Um hetta mundið búleikaðust uml. 15-20.000 fólk í Føroyum, og bøkurnar sum tá vóru komnar upp á prent á føroyskum hava verið uml. 60 tilsamans. Eitt nú høvdu vit í 1908 fingið eina føroyska mállæru útgivna, og tann fyrsta føroyska skaldsøgan hevði eisini sæð dagsins ljós í 1909. So sigast kann, at lunnarnir vórðu lagdir. Bókatal Í einum yvirliti yvir føroyska bókaútgávu sum landsbókasavnið hevur latið gjørt, og sum seinast er almannakunngjørt í seinastu ársfrágreiðing okkara sæst, hvussu føroysk bókaútgáva veksur upp gjøgnu m alla øldina. Niðanfyri sæst, hvussu nógvar bøkur á føroyskum eru útgivnar nevndu tíðarskeið: 1822-1899 22 1900-1939 197 1940-1949 124 1950-1959 173 1960-1969 274 1970-1979 686 1980-1989 1.074 1990-1999 1.332 Bera vit tey fyrstu 40 árini av øldini saman við tey síðstu 10, so síggja vit, at gróður hevur verið í bókaútgávuni, tí í tíðarskeiðnum 1900 til 1939 vórðu útgivnar 197 bøkur í alt, meðan tíðarskeiðið 1990-1999 vóru í meðal útgivnar 133 bøkur um árið. Nú á døgum verður ofta sagt, og tað av røttum, at føroyingar geva bara bøkur út til jóla. Ein kanning vit hava gjørt vísir, at rætt er, at nógv tær flestu føroysku bøkurnar verða útgivnar seinasta ársfjórðingin í árinum. Í 1991 vóru t.d. umleið 2/3 av øllum bókaútgávum útgivnar í november-desember. Hetta broytist eitt sindur frá ári til ár, men er ivaleyst ein røtt mynd av útgávunum. Fyri at vísa á at bøkur eisini verða útgivnar aðrar tíðir í árinum, hava vit talt upp, hvussu útgávurnar higartil í ár, ár 2000, hava lagað seg, og myndin sær soleiðis út: 17 Fagurbókmentir 21 Yrkisbókmentir 16 Barna- og ungdómsbøkur 16 Skúla- og lærubøkur Í alt higartil í ár eru sostatt 70 bøkur útkomnar, men sum kunnugt, árið er ikki av enn. So tað er okkurt, sum týðir uppá, at vit lættliga fara at koma upp á tær 118 bøkurnar, sum íresta, so at samlaða føroyska bókatalið rundar tey 4000, áðrenn ár 2000 er farið í søguna. Hesar 70 bøkurnar eru altso útgivnar í tíðarskeiðnum januar-september í ár, tvs. áðrenn tann sokallaði jólabókamarknaðurin hevur fingið fótin fyri seg. Eitt, sum eg haldi vera áhugavert við hesum útgávunum er, hyggja vit at fagurbókmentunum, so sæst, at hesar - longu í ár - eru 17 í tali. Prosabøkurnar eru 9, allar týðingar og allar eru tær útgivnar á einum og sama forlagi - Sprotanum. Yrkingasøvnini eru 8 í tali, til samanburðar við prosaverkini kann sigast um tey, at tey eru øll upprunaverk, og haraftrat øll útgivin á hvør sínum forlagi. Um tær 16 barnabøkurnar er at siga, at hesar eru allar týddar, og Føroya Lærarafelag hevur givið tær allar út. - Skulu vit útnevna ein serligan bólk av bókum, sum tykist verða goymdur til at koma undir jólatræið, so má tað verða føroyskar uppruna prosabøkur - bæði til børn og vaksin. Tí higartil í ár telur bólkurin 25 bøkur - og tær eru allar týðingar! Um skúla- og lærubøkurnar er tað at siga, at tað sæst týðiliga at Føroya Skúlabókagrunnur, sum stendur fyri teimum allarflestu útgávunum av hesum slagnum, ikki hevur "seson" á jólum, men at tey á grunninum miða eftir at fáa bøkurnar út til skúlaársbyrjan, tvs. um summarið og fram á heystið. Annars haldi eg, at Skúlabókagrunnurin hevur higartil í ár staðið fyri trimum avbera vøkrum og væl úr hondum greiddum verkum: bókini um føroysku FLORUNA, bókini um HAVIÐ og úrvalssavninum STJØRNUSKALDIÐ UNDIR VARÐA. Tríggjar bøkur, ið á ongan hátt standa aftanfyri líknandi bøkur útgivnar í øðrum londum. Men 70 bøkur higartil í ár - er tað ikki ein broyting? Jú, tað meta vit. Kanska er tað tí, at hetta er eitt serligt ár. Fólk eru ikki á einum máli um, um hetta er byrjanin ella endin. Um man er fyrstur ella síðstur. Eg hugsi um øldina. - Árið byrjaði í hvussu er við stórum bókmentafagnaði í sambandi við at 100 ár vóru liðin, síðan William Heinesen varð borin í heim. Í hesum sambandi vóru fleiri bøkur givnar út í januar mánaði, nógv fleiri enn tað vanliga plagar, og kanska av somu orsøk vóru færri givnar út í desember í fjør?! tað er ilt at vita. Í hesum sambandi er vert at leggja sær í geyma, at í ársins síðsta mánaði verður aftur bókmentafagnaður í sambandi við at 100 ár tá eru liðin síðan teir báðir Chr. Matras og Jørgen Frantz Jacobsen vórðu bornir í heim. Og uttan iva koma eisini bøkur út í tí sambandi. Eg hugsi, at tað, at Barnabókaklubbin hjá Lærarafelagnum, Bókaklubbin hjá Sprotanum og virksemið hjá Føroya Skúlabókagrunni arbeiða meira og meira undir skipaðum viðurskiftum, ger at føroysk bókaútgáva verður meira og meira spjødd um alt árið, og eg haldi, at hetta er ikki bara gott fyri pengapungin hjá tí einstaka keyparanum, men hetta er eisini gott fyri bókina sjálva, tí á henda hátt hava fleiri bøkur møguleikan at daga undan í rúgvuni. Mangan verður spurt, hvussu landsbókasavnið ger upp føroyska bókaútgávu. Til hetta er stutt at siga, at vit hava fýra høvuðskeldur, at halda okkum til: 1. løgtingslógina frá 1952 um landsbókasavnið, sum m.a. sigur, at landsbókasavnið skal skráseta alt prentað føroyskt tilfar, tilfar um Føroyar og tilfar, sum er skrivað av føroyingum 2. løgtingskunngerð frá 1952 um av-hendingarskyldu av prentaðum tilfari aftrat hesum greinum í løgfrøðini, hava vit eisini onnur 'hjálpitól' at halda okkum til, eitt nú: 3. hald frá bókahandli upp á alt føroyskt tilfar, tilfar um Føroyar ella tilfar, sum er skrivað av føroyingum. Hetta er tilfar, sum verður keypt. 4. gávur frá forløgum og høvundum. Tað er ikki so lítið, sum landsbókasavnið, millum ár og dag fær sum gávu frá einstaklingum, forløgum og feløgum. Talan er bæði um spildurnýtt tilfar, og um eldri tilfar. Hetta eru vit sjálvandi ómetaliga takksom fyri. Hetta ger ikki bara stovnin til eitt betri bókasavn, men alt hetta ger eisini, at vit eru enn betri før fyri at koma við so røttum hagtølum sum gjørligt um føroyska bókaútgávu. Samanlagt er tað við hesum amboðum, at vit royna at halda stýr á uppteljingini.Sjálvandi kann tað koma fyri, at talt verður skeivt, og orsøkin til hetta kann skyldast fleiri orsøkum. Undirstrikast skal her, at tá ið sagt verður "bøkur á føroyskum", so verður sipað til bøkur, skrivaðar og útgivnar á føroyskum - og einki annað. Einum røttum bókasavni líkt, so verður sjálvandi alt annað eisini talt upp, men tað fer í aðrar bólkar. Her kann eg nevna: árbøkur, tíðarrit, og bøkur á øðrum málum um føroysk viðurskifti osfr. Hetta verður alt sjálvandi talt upp, men ikki í bólkinum "bøkur á føroyskum". Bókasøvn Í yvirskiriftini stendur, at eg skal eisini tosa um bókasøvn. Onkur heldur kanska, at tað átti at verið óneyðugt, tí Martin fær ikki latið munnin upp uttan eisini at tosa um bókasøvn. Eg skal tí ikki troytta tykkum so nógv við hesum beint nú, men havi hug at vísa á eitt álit, sum ein arbeiðsbólkur undir Undirvísingar- og Mentamálastýrinum hevur latið stýrinum fyri trimum vikum síðan. Álitið eitur "Bókasavnsviðurskiftini á vinnu- og miðnámsskúlunum". Hetta er ein gjøgnumgongd av støðuni á bókasavnsøkinum á okkara vinnu- og miðnámsskúlum. Í veruleikanum kemur álitið inn á allan bókasavnspolitikkin í landinum. Um bókasavnstænastuna verður m.a. sagt: "Í dag er bókasavnstænasta so nógv meira enn bara bøkur. Og skúlabókasavnstænasta ikki um at tala. Her koma serliga inn í myndina nýggir undirvísingarhættir við nýggjum undirvísingaramboðum. Hetta hevur við sær, at heilt onnur krøv verða sett, ikki bara til tað innihaldsliga í einum skúlabókasavni, men eisini til teir fysisku karmarnar í einum nútímans bóka-savni, enn gjørt varð bara fyri nøkrum heilt fáum árum síðan. Tá ið tosað verður um tíðarhóskandi bókasøvn í dag, verður ikki bara hugsað um atgeingi til bøkur og møguleikan at læna tær. Elektronisku leitimøguleikarnir gera, at tú sum lánari hevur nógv lættari og betri atgongd til skrásett tilfar sum t.d. tíðarrit, fløgur, filmar og tónleik. Harumframt er internetatgongd ein natúrligur partur av innihaldinum á bókasøvnunum. V.ø.o. skal eisini hugsast um teir fysisku karmarnar, tí nú eru ikki bara hillar, borð og stólar at hugsa um. Hugsast má eisini um at útvega lánarunum/brúkarunum aðrar arbeiðsumstøður enn tær vanligu, so at teir fáa veruligt gagn av teimum tilboðum, bókasøvnini kunnu veita. Tíðin er vissuliga runnin frá tí hugburði, at bókasavnið kann liggja uppi í einum avlopsrúmi úti undir vaðingini, niðri í kjallaranum ímillum kustar og spannir, ella saman við serundirvísingini inni í teirri gomlu skúlastovuni." Og brotið um bókasavnstænastuna endar soleiðis: "Nú føroyska samfelagið, sum tað er at fegnast um, hevur sett sær fyri at veita vinnu- og miðnámsskúlunum eina líkinda bókasavnstænastu, mugu vit staðfesta, at vit mugu taka annað skinn um bak, skulu vit nøkta tann bók-asavnstørv, hesar útbúgvingar krevja." (s.7) Tað er at vóna, at tá ið Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur lisið hetta álitið, tá fer hetta at merkjast upp ígjøgnum alt systemið, eg sigi við vilja upp ígjøgnum alt systemið, - tí teir 14 vinnu- og miðnámsskúlarnir í landinum standa so púra á berum, tá ið tað snýr seg um tíðarhóskandi bókasavnstænastu. Um støðuna í dag, og kanska serliga um framtíðina á bókasavnsøkinum, kann eg siga, at vaksandi áhugin hjá almenninginum fyri bókasavnsvirkseminum, tær spakuliga hækkandi játtaninar á løgtingsfíggjarlógini og tað, at fleiri og fleiri ung hesi seinastu árini hava sett sær fyri at fáa sær útbúgving innan hetta yrkið, sigur mær, at samanlagt hava vit okkurt gott í væntu. Til teirra, ið vilja vita meira um, hvat farið er fram á bókasavnsøkinum í Føroyum síðan hitt tiltikna árið, tá ið Leo Tolstoj varð borin í heim í Russlandi, kann eg bara leggja aftrat: hyggið inn á heimasíðurnar hjá Landsbókasavninum www.flb.fo og hjá Býarbókasavninum www.byarbok.fo - tær eru seinast dagførdar fyri fáum døgum síðan. Gerið so væl! eg elski bøkur sum málningar og litir orðini tey koma móðirleysar stavir í fostur eg tók bókin er gandur sum tíðina fjalir hugflog títt mennist við at kaga í bók bókin er og verður tín vinur bókin er sum leskandi løkur so satt sum tað er sagt jú, eg teski tað, eg teski at eg elski bøkur vist var lívið fátækt, var her eingin pennur okkum orð og bøkur ella kvæði gav jú, vist var lívið syrgiligt var her bara sjónvarp sigling um andans víða úthav bókin er og verður tín vinur bókin er sum leskandi løkur so satt sum tað er sagt jú, eg teski tað, eg teski at eg elski bøkur Av fløguni: Bubbi "allar áttir" Skífan 1996 Martin Næs týddi 23/9-2000 Martin Næs f. 1953 er útbúgvin bókavørður á Danmarks Biblioteksskole 1978. Eftir at hava verið bókavørður 1978-81 á Lands- og Býarbókasavninum, gjørdist han 1. bókavørður á Landsbókasavninum. Í 1983 fór til Íslands, har hann í tvey ár var bókavørður í Akureyri. Í 1985 varð hann settur landsbókavørður í Føroyum, har hann hevur starvast í føstum starvi síðani 1989. Martin Næs hevur givið út 3 yrkingasvn, hitt fyrsta í 1972, hevur givið út 4 barnabøkur og eina skaldsøgu "Tvey" í 1990. Í 1995 gav hann út greinasavnið "Hvør eigur flaggknappin?". Martin Næs hevur týtt hópin av bókum og fekk í 1981 Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs og í 1995 Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir. Martin Næs hevur verið formaður í Rithøvundafelag Føroya og í Orðabókagrunni Fróðskaparfelags Føroya og stýrislimur fyri Norðurlandahúsið í Føroyum. Frá sorinskrivara til brennivínsmann AVTIGNAÐUR Sorinskrivarin í Barbu er fallin til drukk í aktuellum filmi, sum vinnur hjørtu á norrønari filmstevnu í Lübeck Birgir Kruse Á árligu filmstevnuni í Lübeck, Nordische Filmtage, hevur danski filmurin "Bænken" vunnið fyrstu virðisløn. Hetta er fyrsti filmur hjá danska leikstjóranum Per Fly. Men fyrsta plássið er deilt við norska filmin "Aberdeen", sum Hans Petter Moland hevur leikstjórnað. Í dómsnevndini sita Katrin Ottarsdóttir og fýra onnur fólk, ið øll burturav arbeiða við filmi. Stevnan í gamla Hansastaðnum Lübeck sýnir nýggjan norrønan film á hvørjum ári. Og tað hava tey gjørt við týskum nærlagni í samfull 42 ár. Dagarnir fella altíð á fyrsta vikuskifti í november. Einasta árliga norrøna filmstevnan er sostatt uttanfyri Norðanlond. Dómsnevndin brúkar orðið "intensitetur" í báðum førum, tá um vinnararnar ræður. Bæði danski filmurin "Bænken" og hin norski "Aberdeen" viðgera líknandi evni, men á ógvuliga ymiskan hátt. Dómsnevndin sigur, at intensi filmurin "Bænken", sum er fyrsta avrik leikstjórans, brúkar ein nærum dokumentariskan autentisitet og ein ávísan grovleika, við einum framúrskarandi høvuðspersóni og einum framúr leikarahópi. Høvuðspersónurin er Jesper Christensen, vit kenna sum sorinskrivaran úr "Barbu". Um norska filmin "Aberdeen" sigur dómsnevndin, at hetta er eisini ein hugtakandi filmur, eftir sum hann er so intensur og hevur so forvitnisligar leikarar. Hesin filmur vinnur við at vera væl og stramt skipaður og at nýta stóra lørifti á ein livandi hátt. Fyrsta filmsvirðirslønin á norrønu filmstevnuni í Lübeck er 25.000 DM. Svenskir filmar vunnu tríggjar av hinum virðislønunum. Sonevndu Baltisku Virðislønina fekk Liv Ullmann, sum hóast fødd í Tokyo av norskum foreldrum luttók við svenska filminum "Trolösa", sum byggir á handrit eftir Ingmar Bergman. Hesin filmur var tættasti kappingarneyti, tá "Dancer in the Dark" fekk gullvirðislønina í Cannes í summar. Hinir báðir svensku filmarnir, sum vórðu virðisløntir í Lübeck eru báðir barnafilmar: "En god sommar" eftir Ulf Malmros og "En häxa i familjen" eftir Harald Hamrell. Meðan tað á okkara leiðum hevur verði hildið lítið sømuligt fyri kirkjufólk at ganga í biograf, verður hetta virðislønt í kirkjuligum høpi í øðrum, serliga katólskum, londum. Í Lübeck verður handað ein sonevnd kirkjulig virðisløn fyri film. Í ár fór henda virðisløn til íslendska filmin "101 Reykjavík", við hesi grundgeving: "Í sannførandi myndum heldur leikstjórin Baltasar Kormákur stórbæru íslendsku náttúruna upp í móti smáborgarligum medmenniskjansligum ásetingum í býnum. Hesin filmur tekur upp spurningar, ungfólk seta sær sjálvum. Og við tí ertandi skemti, sum liggur í filminum, verða vit loyst frá einum moraliserandi lívssjónarmiði". Í dómsnevndini, sum lata kirkjuligu filmsvirðislønina í Lübeck í ár sita Rita Weinert, blaðkvinna í Hamburg, Anita Uzulniece filmslærari í Riga og Raymond Olsen sóknarprestur í Hjørring. Við kirkjuliga viðurkenningini fylgja tveytúsund markar. Í 1989 skipaði Filmsfelagið og Norðurlandahúsið fyri norrønari filmstevnu í Føroyum. Filmar vórðu sýndir í Norðurlandahúsinum og í Útvarpshøllini, har ein danskur ferðabiografur hevði sett upp. Tað var til hetta høvi, at fyrsti biograffilmurin hjá Katrini Ottarsdóttir "Atlantic Rhapsody" varð frumsýndur m.a. fyri altjóða pressu. Derek Malcolm frá The Guardian dámdi væl filmin og nevndi Woody Allen, sum eitt navn, ið kom honum til hugs við hetta høvi. Í fjør vann nýggjasti filmurin hjá Katrin "Bye bye bluebird" fyrstu virðisløn á norrønu filmstevnuni í Lübeck. Tí sat hon í dómsnevdini í ár. Býráðslimur í 12 ár Eftir at hava sitið sum býráðslimur í Tórshavnar kommunu í tólv ár, havi eg tikið ta støðu ikki at stilla uppaftur til komandi val. Katrin Dahl býráðslimur Hetta, lutvíst tí eg haldi at tólv ár aktivt í politikki er nóg mikið, her átti at verið eitt hámark, eingin skuldi sloppið at sitið í býráði ella á tingi í meira enn tólv ár í senn. Eisini er tað vegna aldur og av privatum orsøkum at eg ikki stilli uppaftur. Eg fari at takka øllum teimum, sum hava stuðlað meg, bæði til valini og í mínum arbeiði sum býráðslimur, har eg altíð havi fingið positivan stuðul frá veljarunum. Eisini fari eg at takka teimum starvsfólkunum í býráðsumsitingini, sum eg havi samstarvast við. Tað er ikki altíð lætt at starvast saman við politikkarum, men uttan gott samstarv við umsitingina hevði lítið komið burturúr. Hjartaliga takk fyri hesa tíðina, altíð hjálpsom, altíð góð at heita á og altíð góð í ráðum. Samstarvið við tykkum fari eg at sakna. Hetta hevur verið ein áhugaverd tíð, sum eg ikki vildi verið fyri uttan. Sum aktivur politikkari fært tú nógv, men mást eisini geva nógv. Val stendur fyri durum, fleiri nýggj andlit verða at síggja í býráðnum eftir valið, við tað at vit eru fýra, sum ikki stilla uppaftur, og helst hevði tað verið gagnligt, um fleiri blivu útskift. Vit hava brúk fyri nýggjum kveistrum. Tann politikkur, sum listi A hevur staðið fyri hesi seinastu mongu árini, hevur verið til stórt gagn fyri høvuðsstaðin. Vit eiga ein reinan og vakran bý, ein bý, har fólk trívast og eru góð við, ein høvuðsstað, sum vit kunnu vera stolt av. Men stórar uppgávur liggja fyri framman. Býurin stendur fyri stórum avbjóðingum. Oljuvinnan krevur sítt á øllum økjum. Møguleikarnir hjá ferðavinnuni mugu útbyggjast. Umráðandi er at halda áfram við útbyggingini á tí sosiala, tí mentunnarliga og tí tekniska økinum, samstundis sum tað má førast ein skynsamur fíggjarpolitikkur. Á lista A eru 17 dugnalig valevni, sum vilja halda áfram við sama útbyggingarpolitikki, sum listi A hevur staðið og stendur fyir. Her eru fólk, kvinnur og menn, við stórum týdningarmiklum lívsroyndum. Fólk, sum hava drúgvar royndir í vinnulívinum, í ferðavinnuni, á mentunar og sosiala økinu m sum hava gott innlit í fíggjarviðurskifti. Tí fari eg at mæla til, at um tú vilt høvuðsstaðnum væl, so set krossin við lista A ella eitt av valevnunum á lista A til býráðsvalið 21. november. Hetta fyri at tryggja Havnini eina góða og trygga framtíð inn í hesa øldina. ODDAGREIN: Læra av mistøkum Loksins kom frágreiðingin hjá grein 19 nevndini um áttatiárini. Nakað er hon viðgjørd, men enn er hon ikki tugd og tannlað í fjølmiðlunum, hóast nógv áhugavert er at finna í hesi frágreiðing. Hvat verður gjørt burtur úr henni í politiskum høpi, er ikki greitt, tí Løgtingið, veit ikki, hvussu tað nú skal bera seg at! Skal Løgtingið umrøða hana, og ella skulu mistøk ella misbrot fáa avleiðingar, um misbrot eru framd? Tey flestu eru samd um, at nógv var galið, og at føroyska samfelagið fór logandi á húsagang í áttatiárunum. Men neyvan eru øll samd um, at øll høvdu eitt yvirforbrúk, sum ofta verður sagt. Tað vóru hóast alt rættiliga nógvir løntakarar, sum ikki høvdu nakað yvirforbrúk, men bara høvdu sína løn at liva av, og hvørki tóku lán ella teir lønarkonto-kredittir, sum peningastovnarnir bjóðaðu. Fyri fyrstu ferð verða atfinningar eisini settar ímóti peningasovnunum av álvara, og tað fegnast óivað mong um. Vit minnast, at vit høvdu ein bankastjóra, sum ferð eftir segði, at peningastovnarnir høvdu ikki skyldina. Teir vóru ein spegilsmynd av samfelagnum. Spurningurin er, um tað ikki var júst øvugt í rættiliga stóran mun. Tá Fossbankin lat upp, kom ein ávís kapping í lag, sum neyvan bara var góð, tí knappliga lat alt seg gera. Harafturat fór fyrst tann eini bankin og síðani hin bankin at bjóða teimum, sum høvdu lønarkonto ein kreditt. Hesin kundi fyrst vera ájavnt við lønina og síðani kundi hann verða tvær mánaðarlønir í stødd. Harafturat komu so nógvu og góðu lánstilboðini, sum bankarnir kundu lata, tí teir fingu so nógvan innistandandi pening frá øllum kredittfelagslánunum, sum donsk kredittfeløg lótu føroyingum. Gott var eisini at taka lán, tí vit høvdu eina sjúkliga rentuskatting, sum gjørdi tað møguligt at spekulera í stóran mun, hóast bankaleiðslurnar noktaðu fyri, at rentuspekulatión fór fram. Og tær fingu viðhald frá teimum sokallaðu liberalu flokkunum, Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum! Ikki fyrr enn møguleikin at draga alla rentu frá í inntøku varð tikin av, fingu vit steðga rentuspekulatiónini. Men tann stóru parturin í frágreiðingini er sjálvandi um mannagongdir og viðgerðir í samband við tey mongu skipamálini og aðrar veðhaldsbindingar, sum kostaðu føroyska samfelagnum so nógv, tá alt rapaði. Í hesum viðfangið staðfestir grein 19-nevndin, at fyrisitingin var ov illa mannað og ikki nóg góð. Hetta er ikki nakað nýtt, og tað vistu øll, sum høvdu fingurin á pulsinum. Og hesum kann Løgtingið ikki renna undan, tí Løgtingið er játtandi myndugleikin, og long tíð gekk, áðrenn játtandi myndugleikin ásannaði hetta, og vit fingu bygt upp eina veruliga miðfyrisiting, hóast hon ikki varð gjørd eftir fyritreytum, sum vóru hóskilugar til føroysk viðurskifti. Sjálvandi hava vit nógv at læra, men vit eiga ikki at venda eyguni frá verandi gongd, sum í nógvum førum minnir okkum áttatiárini - bæði innan fíggingar- og tryggingarvinnuna - viðvíkjandi forbrúki og íløgum. Latið okkum endaliga viðgera frágreiðingina, men latið okkum ikki fara at rópa krossfest, krossfest, tí tað spyrst ongatíð nakað gottt burturúr. Tað hevur søgan víst okkum. Treytir fyri valgreinar Nú tíðin styttist til bý- og bygdarráðsvalið 21. november, eru vit her á blaðnum við at ganga undir í valgreinum. Hóast vit seinastu dagarnar hava prentað fleiri síður við valtilfari, liggja framvegis hópin av greinum eftir. Øll valevni eru kortini vælkomin at senda okkum tilfar, men vit kunnu kortini ikki lova, at tilfarið kemur í blaðið, tá valevni ynskja tað. Fyri at bøta um henda trupulleika hevur blaðleiðslan gjørt av, at valtilfarið ikki skal fylla meira enn eina A4 síðu - ella umleið 2.500 tekn. Saman við valgreinum kann prentast andlitsmynd av valevninum. Annar grafikkur verður ikki tikin við. Roknast kann ikki við at fáa valtilfar í leygardagsblaðið. Hellur/Kambsdalur/Fuglafjørður Aftur einaferð stendur val til býráðið fyri stavn, og hvør í sínum lagið roynir at tekkjast veljarunum, og vil eg her seta upp nakrar hugsanir, eg havi sett mær, nú eg eri eitt valevni til komandi býráðsval. Andrea Eldevig Valevni til Fuglafjarðar Býráð Havi mangan hugsað um, hvussu valevni og sitandi býráðslimir, kunnu siga frá, hvat teir vilja gera fyri borgararnar í kommununi, og mangan ásanna, at tað mangan lekur millum orð og gerðir, og tí vil eg heldur ikki her geva nøkrum nakað lyfti um, hvat eg vil gera, um eg verði vald inn í komandi býráð. Fyrsta hugsjón mín er, at eg vil arbeiða fyri einari kommunu, íð er samansett av trimum bygdum, har hvør einasti borgari er við til at gjalda til heildina, og tí hava rætt til at fáa sín ágóða av heildarkøkuni, íð býráðslimirnir eru settir at skera sundur, so øll kunnu njóta av hesi køku. Vit hava eina virkna kommunu, íð dagliga krevur eina skilagóða umsiting, og hava vit ein starvsfólkabólk, íð ger sítt til, at kommunan kann røkja tær uppgávur, sum henni er álagt, og vil tað tí verða ein treyt, at kommunupolitikkararnir gera karmarnar so góðar sum møguleiki, samstundis sum teir hava eitt vaki eyga við, at tilfeingið, kommuna hevur at ráða yvir, verður nýtt so skilagott, sum møguligt. Við hesum í huga verða kommunupolitikkararnir noyddir at umsita ogn fólksins við skynsemi, og syrgja fyri, at kommunan er ein kommuna, har allir borgararnir fáa tann ágóðan, íð teimum tilkemur. Á tí sociala økinum hava vit í dag eina góða skipan, bæði á barnaøkinum og eldraøkinum, treyðugt so, at ikki kundi verði møguleiki at gera tað betur, og í øllum førum halda støðið, so øll, íð brúk hava fyri tí, og hava virkisfýsni, kunnu gera brúk av sínum evnum á arbeiðsøkjum og frítíðarøkjum, og fáa møguleikar til hetta. Vit hava eina kommunu, íð hevur tikið væl ímóti og stuðla væl á mentanarøkinum, og eigur hesin parturin eisini at verða stuðlaður í tann mun, kommunan hevur fíggjarkarmar til tess, tí nógvir møguleikar liggja á láni enn, og kundu óiva komi betur til sín rætt. Á umhvørvisøkinum er kommunan eisini væl við, men enn restar nakað, og eru hetta viðurskifti, kommunan eisini má taka sær meir av, so íbúgvar og virksemi kunnu liva í einum umhvørvið, nútíðar samfelagið krevur, so inntøkumøguleikarnir hjá borgarum og kommunu kunnu gerast teir bestu, og hervið eisini kunnu gera nakað fyri borgaran í kommununi. Búðstaðarviðurskiftini eiga eisini at gerast so umhvørvisvinarlig, bæði við bústaðarøkjum og atkomumøguleikum, at borgarin kann føla seg tryggan at búleikast í kommununi. Skúla- og fríðtíðarvirksemi í kommununi eiga at verða so gott, hetta kann gerast, og eigur kommunan at gera karmarnar so rúmligar, so øll hava møguleikar at virka og nýta hesar møguleikar. Her kundi verði nevnt fleiri møguleikar, men sum fyrr nevnt, so eru treytirnar tær, at møguleikarnir eru skaptir fyri tí fíggjarliga, eins og tað verða sett fólk, íð duga at umsita ong og tilfeingi, borgarin hevur litið teimum í hendi, og tá kann veruleiki verða aftanfyri lyftini. Gott val. Til allar borgarir í Sjóvar sókn Øll eru vit góð við heimbygdina og vilja gera okkara besta fyri at tryggja henni framburð og trivna. Vit eru tó ymisk av lyndi og sannføring og síggja tí ørvísi upp á, hvussu raðfestingarnar eiga at vera. Munur er eisini á, um vit eru í ferð við at rigga til, ella um vit eru í ferð við at rigga av. Henry Jarnskor Víst verða á tørvin á barnagørðum og ellisheimum um alt landið, og sjálvandi eru øll samd um, at tørvurin er stórur. Tað er bara so, at stovnar hava lyndi til at verða miðsavnandi, og tí verða persónar at flytast úr heimliga umhvørvinum. Bygdin er fyri einum missi og trivnaðurin hjá viðkomandi er ikki hin sami. Nærumhvørvið eigur at raðfestast so ovaliga sum gjørligt. Sjálvandi skula børnini ansast, men hví í einum garði í staðin fyri í einum heimi? Dagrøktarmammurnar eiga eina stóra tøkk uppiborna. Tær gera eitt gott arbeiði og eru góðar við børnini. Hvat hevur meira at týða: pedagogikkurin ella kærleiki? Eg eri ikki í iva, og tí haldi eg, at vit eiga at víðka um dagrøktina. Sjálvandi er tað okkara skylda, at taka okkum av teimun gomlu, men vit eiga at virða teirra ynski um, at verða verandi heima so leingi sum gjørligt. Tí eiga vit at streingja á, at heimahjálpin verður betrað og økt, og tilboð um neyðuppkall til døgnvakt gerst veruleiki hjá øllum, ið hava hendan tørv. Her er eisini ein tøkk uppá sítt pláss, og hon er ikki minni enn hin fyrra, tí heimarøktirnar hava eitt ofta stravið og ótakksamt arbeiði. Vit eiga at geva teimun tær sømdir og umstøður, ið tær hava uppiborna til frama fyri teimun gomlu og óhjálpnu. Føst reglulig læknaviðtala eigur at verað so nær brúkaranum sum gjørligt. Tað er tildømis eingin meining í at fólk av Selatrað noyðist at koyra heilt til Strendur til eina vanliga viðtalu. Vit eiga eisini at vera í heimbygdini. At vera einsamallur er ringt, men ringast er einsemi í fremmandum umhvørvi saman við fremmandum fólki. Vit eru góð við nærumhvørvi, men ikki altíð gera vit nóg mikið, við at halda tað við líka, og enn minni við at fríðka um tað. Gomul virðir fortapast. Vit ganga dagliga framvið, men ansa teimum ikki, tí tey eru ein partur av heildarmyndini. Fjørðan er løgd undir asfalt. Vit hava góðar vegir fyri neyðini, men vit eiga eisini at sleppa trygg tvørtur um teir, og í ávísum støðum kanska heldur undir teir. Sum til dømis við Pensionistahúsinum í Heygstøð og bátahilin við Sjógv, har tað einasta rætta hevði verið at gjørt eina vegsmogu. Vegagerðin hevur ført við sær, at serstaka umhvørvi við Sjógv er um gjørligt blivið enn meira serstakt. Vit hava fingið ein poll, og við honum og økinum uttanum, eiga vit eina perlu. Spurningurin er um vit Duga at hanfara, lívga og røkja hana. "Tey liva í land byggja", men tey, ið fara, eiga at fara við vitanini um eina virðiliga fráferð, tí eiga vit at sýna teimun hesa virðing við at bygja eitt kapell á økinum við kirkjuna. Ítrotturin er frammalaga í bygdini, og eiga vit altíð at verða í varðhaldi, soleiðis at hann altíð hevur góð kor, og arbeiða fyri framhaldandi menning. Í ítrottinum finna tey ungu samanhald og trivna, ið er so avgerandi fyri samleikan. Tað er líka skeift hjá einari kommunu at skylda pening, sum at eiga hann á bók. Arbeiðast eigur at verða eftir einari raðfestari ætlan, soleiðis at skattakrónurnar koma øllum borgarum tilgóðar. Vit eru hvørki ein gloymd ella goymd kommuna. Vit eru ein kommuna í vøkstri, og alt í veksur, skal hava góðar gróðarumstøður. Tit VELJA tey, ið koma at hava tað avgerandi orðið hvussu og hvar vit fara. Tað verður tikið til, at veljarin er stuttmintur Næstsíðsta býráðsval var beint aftaná lagnudagin tann 6. oktober 1992 tá mest sum alt her í landinum vendist á høvdi. Schumann Hjaltalin býráðslimur. Valevni fyri Sambandsflokkin Kommunur vóru settar undir umsitng, skatta- prosentið fór heilt uppí topp. Táverðandi landsstýri álegði kommununum, at seta eitt skattaprosent millum 16 og 23 %. Fólk í hópatali misti arbeiðið, eins og nógv fólk fluttu av landinum. Fólk vóru rikin frá hús og heimi við hamarslagi í Fútarættinum. Alt virksemi steðgaði mestsum upp. Tað sokallaða komunala sjálvstýrið ella tann kommunali sjálvavgerðarrætturin var burtur. Fíggjarætlanir sum kommununar høvdu lagt, vóru skúgvaðar til viks. Komunala eftirlitið hjá landsstýrinum skuldi nú nærmast stýra komununum, hetta eftirlitið, sum hevði givið loyvið til allar lántøkunar sum kommununar høvdu tikið, nú var ov seint. Men verðuleikin var so har. Her máttu allar góðar kreftir bróta upp um armar og so var farið til verka á nýggjárinum í 93. Nógv av tí arbeiði sum var neyðugt at gera var útsett, fólk vóru søgd úr starvi og tey, sum vóru eftir máttu renna skjótari. Rationaliseringar og sparingar vóru gjørdar og neyðugt var at klára seg við minni peningi. Mestsum ongar íløgur vóru gjørdar. Eftir tað mest báldrutu tíðarskeiði í nýggjari tí, hevur tað eydnast okkum at svara øllum skildum, sum kommunan hevur. Virksemi í kommununi er í dag økt soleiðis, at tað í dag er arbeiði til allar hendur, men tá ringast stóð til var arbeiðsloysið um 25 %. Við tí sum her er nevnt kunnu vit ikki leggja okkum afturá og rokna við, at nú er alt í fínsta lagi, tað eru enn nógvir trupuleikar á vegnum, sum skulu loysast og hetta verður ikki loyst av sær sjávum. Meðan vit bíða Eftir at býráðsvalið verður tann 21. november, lat okkum so líta eitt sindur aftur um bak. Ása Olsen, valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum í Suðurstreym Somu politikarir, ið í dag fylla bløðini við alskyns vallyftum til komandi býráðsval, gjørdu tað sama bæði í 1992 og í 1996. Hvat hevur so forða teimum hesi árini í at halda givin lyftir, tá ið teir enn einaferð mugu útaftur til veljaran við somu patentloysnum. Um vit hyggja at inntøkuni hjá kommununi hesi seinastu fýra árini, so kann ikki sigast annað enn, at vit hava havt uppgangstíðir við hægri og hægri inntøku á hvørjum ári. Tí er tað sera tankavekjandi at lesa, hvussu nógv boð uppá loysnir, sitandi býráðslimir skriva um í bløðunum, á barnaansingar- og eldra økinum, nú tað aftur stundar til býráðsval. Tíverri strekkja hesi lyftir teir nú koma við neyvan longur, enn undanfarin valskeið, tí í roynd og veru er tað langt frá, at koma við boðum uppá hvussu tingini kunnu loysast, og í veruleikanum at loysa trupulleikarnar. Kann vera at tað skuldi verið býráðsval oftari, tí tað tykist sum tað fær allar sitandi býráðslimir til at leggja høvdið í blot, fyri at vísa á loysnir, ið nøkta tørvin, so møguliga ein ikki bert hevur boð uppá, hvussu tingini skulu gerast í skrift, men í verki. Misti landsstýrismaðurin tamarhaldið Landsstýrismaðurin Torbjørn Jacobsen hevur í Dimmu leygardagin 4. nov. eina politiska grein við tí veruleikafjara heitinum: "Republikkin er í eygsjón". Hetta er 2 dagar eftir at Tjóðveldisflokkurin gjørdi sítt søguliga knæfall fyri heimastýrisskipanini, so sum landsstýrið boðaði frá á tíðindafundinum 2. nov. um ta nýggju fullveldiskósina eftir tí gamla stig-fyri-stig politikkinum. Hans Pauli Strøm, javnaðartingmaður Eg ógvaðist við, táið eg las hesi beisku og illgitandi orðini hjá okkara landsstýrismanni í mentamálum, og havi síðani hvønn dag væntað, at onkur fór at tala at. Tað hevur ikki verið. Men tað skal so ikki.sleppa at standa uttan aftursvar, at ein av landsins kosnu monnum, einntá ein av fólksins hægstu tænarum, beinleiðis skýrir ta hálvu tjóðina fyri skutilsveinar hjá útlendskum valdi. Í tí fyrsta brotinum í greinini skrivar hann um "tann politiska ríkisovastan í eindarstatinum Danmark", Nyrup altso. Og heldur so fram í næsta broti: "Hvørjar ónáðir kunnu føroyskir tjóðskaparmenn gera honum, tá slakur helmingur av hjálandafólkinum er hansara svornu lakajar, hansara treytaleysu viðspælarar?" Tann "slaki helmingurin av hjálandafólkinum" - er tað øll tey nógvu, í veruleikanum tann størsti parturin av tjóðini, sum nýtir sín demokratiska rætt til at hava eina aðra hugsan um framtíðarstøðu Føroya, enn Torbjørn Jacobsen og hansara fólk ? Eg haldi tað er ógviliga álvarsligt, at sjálvur landsstýrismaðurin í mentamálum - og hann er landsstýrismaður, umboð og tænari fyri alt Føroya fólk - við reinum orðum sigur, at helvtin av tjóðini er fíggindans lakajar - nei ikki bara lakajar, men fíggindans "svornu lakajar, hansara treytaleysu viðspælarar" !!! Er Torbjørn Jacobsen fullkomiliga farin frá vitinum at slongja slíka ákæru í skonina á teirri hálvu tjóð? Ella skal tað vera hansara ískoyti til politisku mentanina her á landi, at ein landsstýrismaður kann skíra ta hálvu tjóðina yvir ein kamb sum svornir skutilsveinar hjá útlendskum yvirvaldi? Í greinini skrivar landsstýrismaðurin um samanbrestin á Christiansborg millum "føroyskar frælsisstríðsmenn" og "politiska ríkisovastan" Nyrup, at "hansara innari svínhundur av álvara kom í ljósmála". Tað sigst at djúpt í flestu okkara býr ein slíkur innari svínhundur. Tann fyrra helvtin av teirri stuttu greinini hjá landsstýrismanninum fær ein at spyrja seg sjálvan, um okkara landsstýrismaður í mentamálum ikki her misti teymarnar á sínum egna innara svínhundi. Tað er í hvussu so er ongin ivi um, at slík skriving sum henda hjá landsstýrismanninum í mentamálum, ónd og illgitandi, appellerar til tann innara svínhundin í hesum ørvitisknokkunum, sum vit oftari og oftari hava sæð í bløðunum hesi síðstu tvey árini, við ágangandi persónligum álopum, brigsli og skuldsetingum móti politiskum fíggindum, um landasvik og annað líkt og ólíkt. Í veruleikanum er tað ikki ov nógv kravt, at landsstýrismaðurin í mentamálum gekk í seg sjálvan og segði frá, at hann við slíkari grovari skuldseting móti teirri hálvu tjóðini var lopin framav, og bað um umbering. Fríðkan av býnum Tað er ikki bara ein heiður at vera høvuðsstaður. Tað hvílir eisini ein tung skylda á høvuðsstaðarheitinum. Heðin Mortensen býráðslimur sambandsvalevni til Tórshavnar býráð Heimasíðan: www.hemorten.com Sitandi samgonga hevur gjørt nógv burturúr at fríðka um býin. Sambandsflokkurin hevur havt formannin í byggi- og býarskipanarnevndini seinastu árini. Einamest er tað miðbýurin, sum hevur notið væl av hesum, og hetta kunnu so øll frøast um, hóast hetta arbeiðið ongantíð verður liðugt. At fríðka um okkara høvuðsstað økir um trivnaðin hjá teimum, sum búgva her, men átti at verið til gleði fyri øll. Hetta arbeiðið skal sjálvandi halda fram, men nú skal eisini hugsast meira um útjaðaraøkini. Tað er sera umráðandi, tá tað ræður um fríðkan, at hvør einstakur borgari tekur ábyrgdina saman við kommununi. Vit kenna øll hugtakið um at sópa fyri egnum durum. Ung í arbeiði hava gjørt gøtur millum býlingar, og spælipláss eru gjørd og endurnýggjað. Og ætlanin er nú at koma longur út til teir ymsu býlingarnar við somu tiltøkum. Undir fríðkanina hoyrir eisini, at vegir verða hildnir reinir og vakrir. Trygd og trivni Góðu borgarar í Tvøroyrar kommunu Aftaná at hava játtað at verða valevni á Javnaðarlistanum til komandi býráðsval, havi eg hugsað, hvat kundi verið framt av ábótum í kommununi, okkum borgarum til gagns, vælvitandi, at vit hava eina tyngjandi kommunuskuld, ið fer við mestu fíggjarorkuni komandi árini. Hervør Eidesgaard, valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið á Tvøroyri Tað eru nú 14 ár, síðan eg og familja mín valdu at búsetast her á plássinum. Vit fullu skjótt til. Her búgva blíð og fyrikomandi fólk, og her eru karmar, ið gera tað liviligt og fáa fólk at trívast á staðnum. Hóast hetta er okkurt, ið kundi verið betri, og vil eg her nevna nøkur dømi, ið arbeitt kundi verið við í samband við trygd og trivna á plássinum, um tit skuldu víst mær tað álit at valt meg í býráðið. Trygg ferðslu- og gonguviðurskifti. Orða ein greiðan barna, ungdóms- og eldrapolitikk Náttarbuss til tey ungu, møguliga í samstarv við aðrar kommunir í oynni. Eitt stað til ungdómin, tá tey ikki eru til ítrótt, ungdómsmøti ella í dansi. Børnini eru tað besta vit eiga, tí mugu vit eisini bjóða teimum tað besta, vit kunnu. Tættari samband við borgaran, so vit í felag finna útav møguligum tørvi ella ábótum. Eitt nú viðvíkjandi eldrarøkt. Tey eldru hava givið okkum tað, vit byggja á. Kommunalir bygningar eiga at vera atkomiligir fyri øllum borgarum. Raðfesting av íløgum og ábøtum møguliga við eini langtíðarætlan. Grundstykki til rímiligan prís eiga at vera tøk til uppvaksandi ættarliðið, tilflytarar og virki. Hugna um miðbýin, so felags tiltøk kunnu fáa røttu karmar. Kommunan má framhaldandi taka stig til at minka um dálkingarvandan, her hugsi eg serliga um "Agenda 21", ið er ein altjóða sáttmáli, har hugsað verður um at minka dálkingina bæði í náttúruni og av tilfeinginum Gott val Heilsubótarmiðstøð Fyri einum ári síðani var hugskot frammi um slíka støð inni á Sundi. Hans Biskopstø valevni hjá Fólkaflokkinum Frá aldagamlari tíð vita menn um, at tey mineralir, sum finnast í sjógvi, eru lekjandi. Fyrr var eisini vanligt at nýta sjógv í heimaráðum til at lekja sjúkur av ymiskum slagi, so sum giktsjúkur, húðsjúkur o.a. Gomlu rómverjarnir brúktu - og Miðalhavslondini brúka tann dag í dag - baðstovu við heitum sjógvi til at bøta um heilsuna. At økið inni á Sundi er áhugavert, kemst av, at har liggur motorverkið hjá S.E.V. Og um tað tekniskt og økonomiskt letur seg gera at nýta spill- ella avlopshitan frá verkinum til upphiting av baði við heitum streymasjógvi og gosbaði, so eru karmar skaptir fyri eini heilsubótarmiðstøð, sum antin kann leggjast inni á Sundi ella beint hinumegin fjørðin á Kaldbakslandinum. Hetta er eitt stórmál, sum hugskotsstillarar og MBF arbeiða víðari við. Býráðið og S.E.V. halda málið vera áhugavert og stuðla, at framhaldandi kanningar verða gjørdar. Her er talan um skilagóða nýtslu av spillorku til heilsubøtandi endamál. Fólkaflokkurin stuðlar hesum tiltaki. Skattaprocentið á Tvøroyri Aftan 16 ára borgarligt stýri á Tvøroyri, er tað sum øllum føringum, og serliga borgarum á Tvøroyri, kunnugt, er kommunan í stórum fíggjarligum trupulleikum, og er hetta sjálvandi orsøkin til at vit øll mugu knógva undir einum av landsins størstu skattabyrðum. Heri Mortensen býráðslimur valevni fyri javnaðarflokkin Tvøroyrar kommuna hevur í dag eina samlaða skuld uppá ca. 140 mill. kr, og um vit fáa tað leingi umrøddu saneringina úr kreppulánsgrunninum, verður samlaða skuldin ca. 110 mill. kr. Tann fíggingin, ið fást kann av hesum 110 mill. kr. verður soleiðis, at vit koma at gjalda ca. 15,5 mill.kr. í rentum og avdrøgum um árið, tey komandi fimm árini. Samlaðu skattainntøkurnar fyri 2001 eru mettar at blíva ca. 39.3 mill. kr. og um vit beinanvegin draga tær 15,5 mill. kr. frá, eru 23,8 mill. kr eftir til rakstur av kommununi. Tá ið ein so veit, at raksturin í 2000 verður ca. 25 mill. kr. altso 1,2 mill.kr. meira enn til eru, ja so dugir hvørt smábarn at síggja, at her má gerast okkurt munagott í komandi tíðum. Og hvat er so uppskriftin?, jú, hon er sparing, sparing og aftur sparing. Gjalda vit hesar 15.5 mill. kr. um árið í rentum og avdrøgum, hava vit aftaná 4 ár niðurgoldið skuldina við minnst 40 mill. kr. ja, kannska meira, um skattainntøkurnar veksa, sum tær hava gjørt tey seinastu árini. Um vit aftaná 4 ár hava niðurgoldið skuldina til 60 - 70 mill. kr. er í lagi at seta skattaprocentið munagott niður. Sjálvandi kann hetta eisini gerast so við og við gjøgnum tey komandi árini. At skattaprocentið so skjótt sum gjørligt verður sett munandi niður er einasta loysnin uppá framburð og virkni her á Tvøroyri. Vi so høgum skattaprocenti sum nú, er eingin hugsingur um at fáa ung fólk at flyta til Tvøroyrar og seta á stovn virksemi, men fer skatturin niður er eingin foring, tí vit hava Grundøkir, barnaansing til øll sum hava tað fyri neyðuni, eisini hava vit frítíðarskúla á Tvøroyri, og mangt annað, so her er eingin foring hjá ungum, at sláða seg niður, tí skattaprocentið skulu vit hava niður. Javnaðarflokkurin í Klaksvíkar býráð Undirritaðu valevni, Torleif Sigurðson og Eyðgunn Samuelsen, hava umboðað Javnaðarflokkin í Klaksvíkar Býráð ávikavist 8 og 4 tey seinastu árini. Vit meta tað vera sera umráðandi, at Javnaðarflokkurin verður væl umboðaður í býraðnum komandi fýra árini. Torleif Sigurðson og Eyðgunn Samuelsen, býráðslimir og valevni Javnaðarfloksins Tað er ein styrki at kunna arbeiða miðvíst fyri at røkka úrslit uttan mun til, um ein er í samgongu ella í andstøðu. Sum partur av býráðnum hava vit verið við til at arbeiða fyri býnum øll hesi seinastu árini, og av málum, sum væl áleiðis er komið við seinastu fýra árini, kunnu nevnast: Kommunuskuldin. Her spardi kommunan 3 mill. kr. um árið í avdráttum við nýggju loysnini. Tað er eingin loyna, at vit í andstøðu skoraðu hart á fyri at fá hesa loysnina við Landsbankanum og Norðoyar Sparikassa samtykta. Barnaansingin. Útvegaðar eru meira enn 100% øking í ansingarplássum, hetta er ikki so lítið, tá ið hugsað verður um, at nærum onki er hent á hesum øki í fleiri býráðsstur. Vit meta tað vera av alstórum týdningi, at bæði kynini eru umboðað í býráðnum, hetta ger, at vit fáa javnvág í tær avgerðir, sum verða tiknar. Verða vit vald aftur í býráðið komandi skeið fara vit at leggja okkum eftir: at tryggja, at skynsemi valdar, tá ið tað kemur til at nýta skattaborgarans pening. Vinnan skal hava góðar karmar at virka undir, so hon kann møta komandi avbjóðingum við fastum sambandi. Vit vilja framvegis borga fyri, at sjálvsøgd mál, sum ein góður skúli, barnaansing til øll og trivnaður, eisini fyri tey eldru, verður sett fremst í einum komandi býráð. Hetta við trivnaðinum hevur eisini alstóran týdning, um vit skulu gera tað áhugavert hjá vinnuni at virka í Klaksvík. Tað er vón okkara, at Javnaðarflokkurin kemur so sterkur í býráðið, at vit verða við til at mynda komandi samgongu. Vit javnaðarfólk trívast best í samgongu, sum tað ofta verður sagt. Tí vilja vit gera tað, ið vit kunnu, fyri at fáa ávirkan, men tað verður ikki fyri einhvønn prís. Fáa vit borgan fyri, at komandi samgonga vil reka ein tryggan fíggjarpolitik og vil raðfesta trivnaðin, so eru vit við. Hvat komandi meiriluta í Klaksvíkar Býráð viðvíkur, so tora og vilja vit taka á okkum allar avbjóðingar og meta okkum eisini skikkað til tess. Vit fara til val uppá at fáa so stóra ávirkan, sum til ber. Betri vinnu- og virkismøguleikar geva betri barnansing Grundarlagið fyri at fólk kunnu vinna sær eina inntøku her í Havnini, er at umstøðurnar til at seta virki á stovn her eru góðar. Høgni Djurhuus Valenvi sambandslistans í Tórshavnar Kommunu Alment virksemi er nógv her, serliga innan fyrisiting. Kommunan stykkjaði fyri nøkrum árum síðani út ymsar staðir í Havnini til Ídnaðarøki. Øll hesi grundstykki eru nú seld, og tey flestu eru í nýtslu, tó í stóran mun til fyrisiting og handilsvinnuna og í ov lítlan mun framleiðsluvinnu. Tað er tí neyðugt at Havnar Kommuna nú stuðlar framleiðsluvinnuni. Fyrsti og besti møguleiki er nýggj útstykking av smáum grundstykkjum 1000 til 2000 fermetrar. Hesi skulu seljast til framleiðslu og handverkaravirki, so at tey fáa betur arbeiðsumstøður og ikki húsast, sum nú í ymsum hjallarum. Tað er uppaftur meiri umráðandi at hesi viðurskifti eru í lagi, nú oljuvinnan tekur seg upp her um Havnina. Fyri at skaffa sær nøktandi arbeiðsmegi er tað neyðugt at virkini hjálpa starvsfólki sínum við barnaansingini á sama hátt sum Føroya Tele roynir. Hetta gevur virkiseigaranum betri møguleikar at velja sær sítt arbeiðsfólk og at starvfólkið kennir at arbeiðsplássið hjálpir teimum í øðrum enn bert í tí fíggjarliga. Eisini eru tað arbeiðspláss, sum hava serligan tørv viðvíkjandi barnaansing, t.d. Landssjúkrahúsið, har nógv fólk ganga í vaktum - eisini um náttina. Roynt varð í sjeyti árunum at byrja ein barnaansingarstovn knýttan at sjúkrahúsinum, men hetta var ikki loyvt av landsmyndugleikunum tá. Men nú hevur kommunan ábyrgd av hesum økinum, og tí ber til í samarbeiði við ymisk virki og stovnar, at gera barnansingina so at hon er meiri hóskandi til arbeðsfólkið og stovnarnar. Skulu vit sova á gullinum? Okkara siðaarvur skal verjast. Hetta hoyra vit ikki minst tá hátíðarligar røður vera hildnar, tá merkisdagar eru, ella politiskar visjónir skulu markerast. Rani Nolsøe Klaksvík Veruleikin er tó tann, at alt ov lítið er gjørt á hesum øki her í Norðoyggjum. Ein útgrevstur bleiv gjørdur á Borðoyarvík í 1960'unum. Síðani er litíð og onki hent. Úti í Grøv finst ein víkingatoft. Hvussu nógv vita av, at har er eitt serstakt dømi um okkara fortíð? Norðoya Fornminnissavn er og eigur at verða eitt aktiv fyri okkara kommunu, men sum er hevur tað ongar heimildir at røkja eina veruliga savnsuppgávu. Klaksvíkar býráð skal hava ein skipaðan mentunnarpolitikk, og hetta eigur eitt komandi býráð av álvara at arbeiða við. Ein partur av mentunnarpolitikkinum, er at fáa lagt røkt og ábyrgd av eitt nú fornminnum undir kommunala fyrisiting. Hetta er einasti máti at broyta núverandi støðu. Fornminni skulu handfarast eftir fakligum fortreytum, men tey skulu eisini kunna gerast eitt aktiv fyri nútíðina. Eitt nú hevur víkingatíðin stórt virði aðrastaðni, ikki minst innan ferðavinnuna. Við at taka fakliga ábyrgd, kunnu vit tilføra forvitnisligt tilfar til okkum sjálvi og ikki minni til ferðavinnuna. Soleiðis menna vit eisini Klaksvíkina og Norðoyggjar sum heild menturnaliga. Hví skulu vit sova á gullinum, tá siðaarvurin eigur at verða eitt aktiv fyri lokalsamfelagið? Tvøroyri - tað ber til Lesur tú bløðini varnast tú skjótt, at ein av høvuðstrupulleikunum í teimum størru kommununum er ansingarmøguleikar til børn. Miðvísi politikkurin, sum Ásla Jespersen, sála, slóðaði fyri á hesum øki, hevur borið frukt, soleiðis, at okur í dag kunnu bjóða øllum barnafamiljum í kommununi góða barnaansing antin í barnagarði ella dagrøkt. Páll Michelsen Valevni javnaðarfloksins á Tvøroyri. Tá ið børnini eru komin í skúlaaldur hava okur nakrar av teimum bestu karmunum at bjóða teimum. Eitt vælútbygt skúlaverk við góðum møguleikum hjá næmingunum til at mennast. Tað er ikki ov nógv sagt, at tá ið tað kemur til at skapa góðar karmar fyri einum góðum undirvísingarverki, so hevur okra kommuna gingið á odda. Hetta kemst sjálvandi av, at ein av grundhugsanunum í javnaðarhugsjónini er jú, at okur skulu hava eitt vælútbúgvið fólk, og at øll skulu hava somu møguleikar til at nema sær kunnleika, óansæð stætt og fýggjarligu møguleikar foreldranna. Saman við ynskinum um arbeiði til allar hendur er eitt av høvuðsmálum okra, ein góð útbúgvingarskipan við somu møguleikum til øll, óansæð stætt. Tað er gleðiligt at ásannað, at stórt sæð allir flokkar í dag hava tikið hesa hugsan til sín, men vandi er í hvørjari vælferð. Soleiðis eisini her. Tí fara okur at standa á odda fyri at geva fólkaskúlanum bestu umstøður at arbeiða undir, soleiðis at øll okra børn hava somu møguleikar til lærdóm og útbúgving. Eisini vita okur, at tann menning ið verður á staðnum byggir á tað, tey undanfarnu ættarliðini hava stríðst og knógvað fyri. Teimum, ið hava búleika her á staðnum og lagt lunnar undir tað støðið vit hava i dag, vilja vit veita góð kor nú teirra arbeiðsorka er farin at vikna. Arbeiðast má fram í móti at eldrarøktin og umstøðurnar hjá teimum eldru gerast betur. Javnaðarflokkurin vil altíð standa sum tann flokkur, ið vil tryggja teimum eldru góð kor. Sum valevni javnaðarfloksins fari eg at streingja á, at arbeiði heldur fram at útvega teimum eldru lættastu og bestu liviumstøður. Nú er tað Tú! Johan Mortensen Valevni hjá Tjóðveldisflokkinum Ellindur Patursson, Andrea Árting Sigurð Joensen, Nólsoyar Páll, S.J. Mykines, W Heinesen, Jóannes Patursson, Liffa Gregoriussen, Karsten Hoydal, Mitens, Emil J Thomsen, Hanus V Høgadalsá, Heðin Brú, Rasmus Effersøe, Janus Djurhuus, John Dam, Símun Av Skarði, D J Vilhelm, Zacharis Á Skipafelagnum, Johan Í Hoyvík, Martin Joensen, H A Djurhuus, Marius Johannesen, Janus Kamban, Regin Dahl, Eiler Jacobsen, Agga Í Garðastovu, Verland Johannesen, Ruth Smith, Próst Dahl, Victor Danielsen, Jákup í Jákupsstovu, Malmberg Simonsen, Magnus Heinason, Hans Pauli Johannesen, Tommy Arge, Hanus Debes Joensen, Páll Nolsøe, Bona, Símun Hansen Jens Pauli Heinesen, Kristian Matrass, Ólavur Mikkelsen Garðamenninir, Esmar Fuglø, Ove Joensen, Martin Holm, Kjartan Mohr, Magnus Á Kamarinum, Leif Mohr, Pauli Dahl, Poul Hansen, Kvívíks Tummas, Siegfred Skaale, Ólavur Á Heygum, M S Við Stein, H J Højgaard, Andrew Sloan, Óla Jákup Jensen, Chr H Jacobsen, JF Kjølbro, Alfred Dahl, Napoleon Á Glyvrum, Kaj Johannesen, DP Danielsen, Ovi Mikkelsen, Johan Weyhe, Zahle, Odfríður Haraldsen, Eiden Muller, Malla Jacobsen, Napoleon Djurhuus, Niels Juel Arge, Kristin Í Geil, Petur Alberg, N J Mortensen, Maria Eide, Poul F..... Øll hesi bygdu land. Gerð tú nú tína skyldu við at velja Tjóðveldisflokkin til Býráðsvalið í Tórshavn. Barnagarðar Í barnagarði ynski eg, at sleppa at ganga beinan veg, men har er ikki pláss fyri mær, so eg kann ikki fylgjast við tær! Tórhallur Áslaksson valevni Tjóðveldisflokksins Orðini sang Hjørdis Johansen fyri nógvum árum síðani, men sangurin er framvegis líka aktuellur, ella uppaftur meira aktuellur í dag. Foreldur vilja hava fleiri barnagarðar, kommunan roynir at loysa plásstrotið, landsstýrið vil bert lata kommununa gerða íløgur fyri eitt ávíst krónutal og sjálvt um Tórshavnar býráð, undir leiðslu tjóðveldisfloksins, hevur økt talið á ansingarplássum við 400, eru 400 børn í sama tíðarskeiði komin afturat á bíðilistan. Er hettar skrúvan uttan enda ella hvat? Hvussu kann býráðið útvega nokk av ansingarplássum, kann býráði gerða hettar einsamalt ella eru fleiri ið skulu verða felags um at útvega ansingarplássini. Sjálvur haldi eg tað verða gott hugskot at størri arbeiðspláss ella samtøk fáa loyvi at gerða barnagarðar, men Tórshavnar býráð má hava umsjón og eftirlit við at hølisviðurskifti og pedagogiska innihaldið eru á tí støði hesi eiga at verða. Set tí X við eitt av valevnunum á lista E, t.d meg Landavegurin Leivur Hansen, borgarstjóri Sjúrður Poulsen sóknast í fyrispurningi til mín í bløðunum eftir, nær farið verður undir at breiðka "tann stubban av vegi, ið eftir er frá brúnni um Rættará eystanfyri Vesturkirkjuna og niðan í Frælsa vegin". Svarið er, at sambært raðfestingunum hjá teknisku fyrisiting kommununnar er ætlanin - um tekniska nevnd og býráðið annars sum heild tekur undir við tí - at fremja arbeiðið næsta ár. Bussleiðin Bussar út har fólki býr og tørvurin er. Maria á Dul, valevni Fólkafloksins Sum ein, ið hevur roynt tað at búgva sjálv fimta 1 (ein) heilan kilometur frá næsta busssteðgiplássi, kenni eg til fulnar trupulleikan av, at Bussleiðin ikki er ment í takt við at býurin er vaksin. Fólkaflokkurin vil, um hann fær ávirkan aftaná býráðsvalið, arbeiða fyri at endurskoða Bussleiðina, soleiðis at bussarnir koma út til tey øki, sum í dag onki busssamband hava. Hetta er partur av at menna býlingsumhvørvini. Setið tí X við Fólkaflokkin til býráðsvalið komandi. Hví eri eg uppstillaður? Fyri nøkrum árum síðan var eg á politiskum fundi í Útvarpshøllini. Snorri Fjallsbak, tjóðveldismaður, valevni til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu Brádliga kendi eg á mær, at tað eisini var mín skyld, at danir enn ráða í Føroyum. Lovaði, at eg skuldi gera tað, sum eg kundi, at loysa Føroyar úr donskum hafti, og tað helt eg meg best gera við at melda meg til arbeiðis í Tjóðveldisflokkinnum. Tá ið eg upp til hetta býráðsvalið verði biðin at stilla upp fyri flokkin, taki eg tað sum ein part av arbeiðnum fyri Tjóðveldinum, tí vinna vit Havnina, vinna vit eisini landið. Eg haldi, at vit hesa ferð skulu nýta býráðsvalið at signalera til Føroya Landsstýri: Vit tola ikki longur danskt vald, vit vilja halda leiðina framá móti fullveldinum og loysingini! Nú mátti tað staðið øllum greitt, at Poul Nyrup Rasmussen aldri fer at skriva undir avtalu, har Danmørk viðurkennir Føroyar sum fullveldis tjóð. Ei heldur nakar annar danskur forsætisráðharri. Samráðingarleiðin er roynd, hon førir aldri á mál. Vit mugu sjálvi loysa. Setið krossin við lista E. So nógv góð fólk hava longu lovað so nógv gott, at einki er eftir hjá mær at lova, einki annað enn at eg arbeiði í alvára fyri kommununi og fólkinum, framhaldandi fyri landinum og flokkinum. Til mín góða vin Sakaris Hansen Eg skal ikki her koma og taka nakað frá tær og tínari grein í Sosialinum 31. okt. 2000, tó má eg koma við eini lítlari viðmerking. Páll Petersen, býráðslimur Tú skrivar um ein borgara á Hamrinum á Argjum sum hevði eitt lesarabræv um vegin niðan á Hamarin, har hann greiddi frá hvussu ringur vegurin var. Undirritaði las sjálvur brævið, meg eg kann vissa Sakaris Hansen, allar borgarar á Hamrinum og aðrastaðni við, at hetta lesarabrævið var ikki orsøkin til at vegurin bleiv asfalteraður, tí hetta arbeiðið var avgjørt frammanundan í Teknisku nevnd, at arbeiði so bleiv gjørt eina viku eftir at onkur hevði skrivað um tað í bløðunum, tað var av berari tilvild. Fyri greinskrivaran hevur lesarabrævið verið skrivað í rættari løtu, tí tað kann tykjast, fyri uttanfyristandandi, sum um at bræv hansara setti gongd á málið. Eg siti sjálvur í Teknisku nevnd og kenni væl til hetta málið. Nevnast kann eisini, at onnur mál viðvíkjandi Hamarinum, sum Argja kommuna ongantíð fekk gjørt, eisini vórðu samtykt. Kommunuskuldin munandi minkað Eins og fleiri aðrar kommunur í landinum hevur Tvøroyri nógva skuld at dragast við. Dan Nielsen, virkandi borgarstjóri, valevni á samgongulistanum - Lista A Fyri at koma burturúr hesum so skjótt sum gjørligt, er rættuliga stórur partur at skattainntøkuni farin til at gjalda lán niður við. Hetta tal hevur verið umleið 16 milliónir sein-astu 4 árini. Treyðugt so tá nógv fer til avdráttir og rentur, so verður okkurt at liggja á láni, ella útskoti eitt sindur. Tó eru glottar fyri framan, tí nú munar rættuliga. Tá tað tykist sum ivamál eru um hvør skuldin hjá Tvøroyrar Kommunu er, verður tí komið við fylgjandi upplýsingum borgarunum til kunningar: Taka vit árið 1995 sum eina byrjan, skyldaði kommunan 170 milliónir. Við árslok 2000 verður skuldin niðri á 130 milliónum. T. v. s., at niðurgoldnar eru 40 milliónir seinastu 5 árini. Taka vit so ta ætlaðu saneringina uppá umleið 23 milliónir, verður skuldin at ligga um 108 milliónur við árslok 2000. Fara vit so 4 ár fram í tíðina t. v. s. árslok 2004, verður mett at skuldin liggur eitt stað ímillum 60 og 70 milliónir. At Tvøroyrar Kommuna hevur goldið so nógv niður av skuldini, hevur ikki verið uttan avleiðingar fyri tann einstaka borgaran. Vit hava havt 23 % í skatti - eitt tað hægsta í landinum. Í fjør settu vit tó procentið niður á 22,5 %. Hetta góðtók landsstýrið. Uppskot er frammi um at varðveita verðandi skattaprocent, meðan barnafrádrátturin verður nakað hægri enn seinasta ár. Hetta verður gjørt í tí treysti, at kommunan heldur enn fegin vil hava ungar familjur at flyta til Tvøroyrar, og tí vera við, saman við verð-andi borgarum at mynda framgongdina ið er í bygdini. Framgongdin sæst við at fólkatali er vaksandi aftur. Pr. 30.9.2000, búgva 1829 fólk í kommununi. Gjaldsjavnahall! 1,7 millión gjørdist til 100 milliónir eftir hæli - óneyðugt Marjus Dam, løgtingsmaður Kvettingarsamgongan hevur ein trupulleika afturat - gjaldsjavnahall. Peningur floymir nú skeiva vegin. Vit keypa fyri meira uttanlanda enn vit útflyta. Brimil - møguliga orsøkin til hallið: Ólavur Halgi varð seldur fyri 1,7 milliónir krónur. Ætlanin var ístaðin at fáa eitt vaktarskip fyri einar 20 milliónir krónur - og Nólsoyar Páll varð keyptur. Hann kom ongantíð at sigla - og endurgjald varð fingið fyri keyp av skipinum frá franska klassanum. Síðan skuldi eitt nýtt vaktarskip byggjast fyri 40 milliónir. Tað mátti fyri alt í verðini ikki byggjast í Føroyum - men heldur ikki har tað kundi byggjast bíligast. Tað varð tí bygt Noregi og kostar umleið 100 milliónir krónur. Tað liggur bundið við norska kei - og bjargar ongum. Tað er helst eitt gott og snotiligt skip. - tað vilja vit vóna - tí tað kostar nærum sum nýggjasti rækjutrolari okkara. Sambandsfloksins loysn: Sambandsflokkurin tók undir við eini skilagóðari loysn, nevniliga at nýta Beskytteren, ið vit fingu fyri at kalla onki. Men av tí, at talan var um danskt skip, var hendan loysn avskrivað av loysingarsamgonguni. Um okkara loysn var vald, høvdu vit havt eitt gott og bíligt vaktar og bjargingarskip! Onki gjaldsjavnahall hevði verið. Sambandsloysnin hevði nú verið ein góð loysn- sum vanligt. Loysingarpolitikkur vísir tað altíð í tølum, tá 1-2 ár eru liðin. Vetrarfriðing í Nes kommunu Seinnu árini hava nakrar kommunur vetrarfriðað bøin. Tað merkir, at kommunan skal gjalda ávísa upphædd fyri at seyðurin ikki skal koma á bøin um veturin. Súni í Hjøllum, bygdaráðslimur Spurningurin hevur onkuntíð verið umrøddur í bygdaráðnum í Nes kommunu, men av tí at nógv er at brúka pening til, so hevur hetta málið ikki verið raðfest frammarlaga. Ein leyslig meting vísir, at kommunan kemur at gjalda góðar 3 mió. krónur fyri at loysa málið. Havandi fíggjarligu støðuna í kommununi í huga, so er tíðin nú komin til at loysa málið. Loyvi mær tí at skjóta upp, at málið verður loyst soleiðis, at kommunan í 3 ár setur av 1 mió. krónur um árið. Sostatt verður málið loyst innan rímiliga tíð og uttan at verða alt ov tyngjandi fíggjarliga. Úr øðrum kommunum frættist, at úrslitið av vetrafriðingini hevur verið gott, tí borgarar hava havt nógv betri møguleika at fríðka um ogn sína. Nes kommuna hevur ikki brúkt nógvan pening til fríðkan. Á fíggjarætlanunum plaga at standa eini 70-80.000 krónur, sum sjáldan hava verið brúktar. Vónandi fer at verða vilji og orka í nývalda bygdaráðnum til at geva hesum málinum størri ans. Hýruvognsskipanin í Havn Fyri umleið 20 árum síðani var stórt óskil innan hýruvognskoyringini í Havn. Gunnar Mohr valevni til Tórshavnar býráð Tað var veruliga so galið, at tilverugrundalagið hjá kvinnum og monnum, ið høvdu taxakoyring sum livibreyð, var álvarsliga hótt av framíhjá- og ítrivkoyring hjá persónum, sum ikki hoyrdu heima á hesum arbeiðsøki. Av teimum kanska 100 "taxabilum", sum koyrdu í Havn, var minni enn helvtin hýruvognar í veriligum týdningi. Til alla lukku varð hetta óskilið "ruddað av borðinum", og skipað viðurskifti fingin í lag við reglugerð millum Tórshavnar býráð og Hýrivognsfelagið, sum í dag hevur tilverustøði til uml. 50 taxabilar. Í seinastuni hevur tað víst seg, at "hol" er komið í galdandi reglugerð, við tað at minibussar (10 pers.), sum ikki eru umrøddir í galdandi reglugerð, eru komnir inn á økið hýruvognskoyring, og eisini koyra bilar sum ikki eru heimahoyrandi í Tórshavnar Kommunu, hetta kann elva til avlaðing og óheppnar avleiðingar mótvegis andanum í skipanini. Fyri at fáa arbeiðsumstøðurnar hjá hýrivognskoyrarum í trygga legu, má eitt komandi býráð -hýruvognsnevndin- og Hýrivognsfelagið so skjótt sum gjørligt taka stig til eina a jourføring av galdandi reglugerð. Ein sunnur politikkur í sunnum býi. Vegir, gongubreytir og ferðsla Tá eg varð spurd, um eg vildi stilla upp til býráðsvalið fyri Sambandsflokkin, fór eg at hugsa um, hvat manglar í okkara kommunu, og hvat ið kann gerast betri. Olga Østerø valevni Sambandsfloksins Tað er umráðandi, at ein býur, sum Klaksvíkin, hevur vælskipaða ferðslu, og at vegir og gongubreytir eru í góðum standi. Sum koyrilærari, sær ein ymiskt ið kundi verið øðrvísi. Vánalig vegastrekki Nøkur vegastrekki eru ógvuliga vánalig. Av og á verður koyrt nakað av asfalti í holini, men eftir stuttari tíð er sama skilið aftur. Sum dømi kann nevnast Árnafjørður. Har er vegurin so vánaligur, at ein hevur lítlan hug at koyra gjøgnum bygdina, og tað er als ikki gott fyri bilarnar. Tað er nógv ferðsla gjøgnum bygdina, tí har eru tvey arbeiðspláss, sum fólk koyra til og frá. Gongubreytir Hyggur ein at gongubreytunum, so sær tað ikki gott út. Nógvastaðni er eingin kantur, og gongubreytin er ájavnt við koyrivegin. Hetta er vandamikið, tí tá trongligt er, koyra bilarnir inn á gongubreytina, og mangan við nógvari ferð. Nógvar gongubreytir eru ikki asfalteraðar, og tá tað regnar, gerast stórir hyljar. Hetta kunnu vit ikki bjóða fótgangarunum. Í nøkrum støðum er trupult at koma fram við koyristólum. Tað manglar at fella niður í kantin á gongubreytini. Tað er í heila tikið sera trupult ella ógjørligt hjá fólki í koyristóli at koma inn í handlar og onnur almenn støð í kommununi. Men tað mest vandamikla eru tey vegastrekki, har als eingin gongubreyt er. Sum dømi kann nevnast Garðavegurin, suðureftir fram við Sjómansskúlan-um. Børn, sum ganga til og frá skúla vita ikki, hvar tey skulu verða á vegnum. Vit eiga tí at fara undir at gera gongubreytir, har tað manglar. Har gongubreytir eru, skulu tær asfalterast og kantar gerast. Ferðsluforðingar Sum kunnugt verður koyrivegurin eisini nýttur til spælipláss. Í økjum, har ungar familjur búgva, er hetta ein trupuleiki. Fyri at bøta um trygdina hjá børnunum, eiga fleiri ferðsluforðingar at verða lagdar út. Her eru fleiri møguleikar. Tað kunnu vera bungur úr asfalti, sum vit síggja tað á Mylnugøtu. Tær fáast eisini í litum. Uttanlands sær ein ofta ferðsluforðingar sum blómukassar. Eg haldi, at best er, um tey sum búgva í økinum eru við at taka støðu til, hvat slag av ferðsluforðing, ið nýtast skal. Ynski frá foreldrum um ferðsluforðingar eiga at fáa sakliga viðgerð í býráðnum. Krossvegurin við Posthúsið Nógv hevur verið tosað um krossvegin við posthúsið, har álvarslig óhapp hava verið. Vit vita, at tað mangan verður koyrt við nógvari ferð, og nógvir bilførarar hava ótta á sær, tá teir koyra gjøgnum krossvegin. Ein rundkoyring hevði hjálpt væl. Bíðitíðin gjørdist munandi styttri, og bilførarar vóru noyddir at minka ferðina, tá teir nærkaðust. Ferðslan í hesum økinum gjørdist munandi tryggari. Eg havi í stuttum nevnt nøkur viðurskifti í sambandi við koyrivegir, gongubreytir og ferðslu í býnum, sum eg kundi hugsað mær, at komandi býráð tekur upp og ger nakað við. Gott val. Íbúðarneyðin í Havn Hví standa so nógvar íbúðir tómar ? Álvur Kirke valevni á lista Miðfloksins til býráðsvalið Íbúðarneyðin í Tórshavnar kommunu er stór. Hetta er ikki nakar nýggjur trupulleiki. Sama skilið hevur verið í mong ár. Altíð, tá nóg mikið er av arbeiði, er íbúðartrot í Havn. Nógvar góðar kreftir tosa og skriva um, at her má nakað gerast, og nógv eru uppskotini. Vit vita, at tørvurin er stórur. Og tørvur er á íbúðum bæði til ung og eldri, og til frísk og brekað. Øll vita, at á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum eru fólk, sum høvdu verið útskrivað, um tey høvda nakra staðni at farið. Menningartarnað, rørslubrekað og onnur tørva íbúðir. Um onkur er so heppin, at fáa eina íbúð, so er prísurin sera høgur, - og tey, sum heldur vilja byggja ella keypa hús, fáa eisini at vita, at prísurin er omanfyri tað, sum vanlig fólk orka at gjalda. Hetta ljóðar ikki so gott, - men her er kanska ein vón. Tey flestu vita, at í Havn standa nógvar tómar íbúðir og nógv tóm verilsi, sum eigararnar ikki vilja leiga út, mest orsaka av, at leiguinntøkur verða skattaðar so hart, at tað ikki loysir seg at leiga út. Tað má bera til at skatta leiguinntøkur soleiðis, at húsaeigarar fáa hug til at leiga út. Skattamál er landsmál, men kommunan má kunna ávirka skattamyndugleikarnar, so loysn fæst á hesum máli. Tað hevði verið ein stór hjálp, um øll tey tómu verilsini, og allar tær tómu íbúðirnar í Havn vórðu útleigað. Størri útboðið er, lægri verður prísurin, og minni skattur á leiguinntøkunum, merkir eisini lægri leigu. Tað er ikki rætt at noyða fólk at leiga tómar íbúðir út, men eg ivist ikki í, at um leiguinntøkur vóru skattar lagaligari, hevði hetta gjørt stóran mun. Fleiri høvdu fingið eina íbúð, og bíligari hevði verið at leiga. Jógvan Arge Tað er eitt gott uppskot Tað var ein ganska almindiligur havnardrongur, uppdrigin í skotlinjuni millum reynadreingir og rabarbur millum heimsbardagarnar, sum fekk Mentunarvirðisløn Landsins hendan dagin. Hann fekk so at siga ongan skúla sum listarmaður í Føroyum. Skal eg finnast nøkrum, so er tað, at menninir í nevndini hava ikki verið nóg stórtøknir. Teir hava dvølt í meira lagi við smálutirnar og hava hugsað í minna lagi í teimum stóru linjunum. Kortini eru nógvar grundleggjandi upplýsingar í álitinum og tað er gott at hava sum vegleiðari. Tað var ein vanligur havnardrongur, sum fekk Mentanarvirðisløn Landsins hendan dagin. Ingálvur av Reyni vaks upp ímillum heimsbardagarnar í skotlinjuni millum reynadreingir og rabarbur. Havnin hevur seinastu øldina fostrað nógv fófk, sum kundu havt fingið Mentanarvirðisløn Landsins, var hon uppfunnin á teirra døgum. Fleiri fingu mentanarvirðislønina hjá Tórshavnar Býráð, sum var uppkallað eftir býráðsformanninum og mentamanninum M. A. Jacobsen. Minnið um onnur livir enn við sítt fríska lív. Tað er kanska tann størsti heiðurin. Viðurkenning bæði heima og úti. Eg veit ikki, um hetta verður standandi ella kanska verður gloymt um nøkur fá ár, var viðmerking hansara til, at hann kanska hevði sagt nei til virðislønina, hevði hann fingið betru stundir at umráða seg. Umhvørvið kring Havnina og í Havnini eins og havnarfólk Havnin og havnarólk hava verið fer ein av mongum mentamonnum, sum eru fostraðir í Havn. Millum heimsbardagarnar varð av røttum heiðraður fyri list sína nú hendan dagin. William Heinesen verður av røttum umrøddur um allan heim fyri sín skaldskap og Jørgen Franz-Jacobsen er so kendiur sum nakrantíð. Hesir menn eru fruktir av Havnini í 20. øld. Virt sum nú liva byggja millum annað á teirra herðar. Hetta var eisini ein viðurkenning av, at hann hevur havt yvirskot til at leggja øðrum lag á. Tað var til dømis tann tíð fyri 40 árum síðani, tá Ingálvur, Janus Kamban, William Heinesen og fleiri høvdu kvøldskúla fyri ungdómum, sum vóru áhugaðr fyri myndlist. Eitt skifti fór hetta fram í kjallaranum í nýggja kommunuskúlanum. Har var málað og myndað uppá lívið, men tá skúlin sjálvur fekk brúk fyri hølunum, vórðu listarmenninir húsvillir og teirra skúli við. Men summir av spírunum eru vorðnir til viðarbular. Aðrir ungdómar gingu um sama mundið í Tórshavnar Musikkskúla, har teimum varð lagt lag á at handfara ljóðfør av ymsum slag. Musikkskúlin er síðani umskipaður til ein skúla fyri øll um alt landið og hevur borið ein ótrúligan avøkst hesi seinastu um 20 árini. Síðani hevur musikkskúlin veriðnógv mentur um alt landið og tað sæst aftur alla staðni í føroyska samfelagnum, sumhevur eitt so blómandi sang- og musikklív sum ongantíð fyrr. Vit hava eisini fingið musikarar og tónaskøld sum standa millum tey frægu á millumtjóða pallinum Gevur eitt sindur eyka Hatta var tiltrongt, tað er so heilt víst, tí nú hava vit verið so nær við fleiri ferðir. Soleiðis ljóðaði fyrsta viðmerkingin frá KÍF málverjanum, Óla Christian Djurhuus, tá vit skiftu orð við hann eftir dystin. Um orsøkina til, at teir so ofta hava verið so nær, helt hann, at orkan hevði verið ov lítil. Í dystinum sunnudagin er einki at taka seg aftur í, at Óla Christian sjálvur var ein av høvuðsorsøkunum til sigurin. Nakað sum eisini landsliðsvenjarin var eygnavitni til, og vit spurdu málverjan, um tað kanska gjørdi mun, at Palli var til staðar í høllini. Jú, mun ger tað. Man er kanska tað meira uppsettur, segði ein fegin málverji at enda Ólavur í Beiti - beiti@post.olivant.fo Nýval skjótast tilber Løgtingið samtykkir sambært stýrisskipanarlógini, at løgmaður útskrivar nýval til Løgtingið skjótast tilber, siga Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í uppskoti Tingmenninir Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard vegna Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin skjóta nú upp, at løgmaður skrivar út nýval. Í viðmerkingunum, siga flokkarnir báðir, at sitandi samgonga millum Fólkaflokkin, Tjóðsveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin varð skipað eftir løgtingsvalið 30. apríl 1998. Samgongan setti sær fyri, at Føroyar skuldu skipast sum fullveldi (suverenur statur) eftir eini skipaðari ætlan. Somuleiðis varð boðað frá, at samráðingarúrslitið um føroyskt fullveldi fyrst skuldi leggjast fyri Løgtingið og síðani leggjast út til eina fólkaatkvøðu. Tað er ikki smávegis av politiskari orku, sum henda fullveldisætlan hevur brúkt. Somuleiðis hevur henda ætlan eisini brúkt ótrúliga nógva embætisliga orku her heima, umframt at ein røð av útlendskum serfrøðingum av ymiskum slagi hava verið brúktir. Og sum ein beinleiðis fylgja av hesum eru stórar peningaligar upphæddir brúktar, umframt at ein røð av øðrum týdningarmiklum málum liggja á láni. Tekur ikki av treytunum Í dagliga politiska orðaskiftinum hevur landsstýrið lagt almiklan týdning í, at fullveldið ikki skal fáa avleiðingar fyri vanliga føroyingin, hvørki so ella so. Eftir fýra drúgv samráðingarumfør stendur tað nú greitt, at landsstýrið ikki vil taka av teimum treytum, sum eru komnar fram undir hesum samráðingum. Teirra millum er ein búskaparlig skiftistíð upp á fýra ár, umframt at rættindi føroyinga í Danmark í besta lagi verða á hædd við rætttindini hjá øðrum norðurlendingum. Staðfestast má við øllum rættvísi, at fullveldisætlanin hjá landsstýrinum er koyrd føst. Møguleikin til at taka fullveldi er til staðar, men landsstýrið og samgongan vil ikki ganga undir teytirnar, sum fylgja við. Tá ein stjórn hevur lagt so nógva orku og so nógvan pening í eina einstaka politiska ætlan, og henda ikki ber boð í bý, so er heilt vanliga mannagongdin í øllum framkomnum, demokratiskum samfeløgum, at stjórnin letur støðuna fáa politiskar avleiðingar, antin við at stjórnin leggur frá sær, ella at val verður útskrivað. Løgfrøðiligar tulkingar Í staðin hevur landsstýrið nú snarað øllum tosi til bara at snúgva seg um løgfrøðiligar tulkingar á statsrættarligum og fólkarættarligum grundarlagi. Líkt er somuleiðis til, at menn nú, í staðin fyri at taka eina fólkaatkvøðu um veruligu treytirnar fyri einum føroyskum fullveldi, heldur vilja hava Føroya fólk at taka støðu til ein heilt annan spurning. Landsstýrisins greiða fráboðan frá fyrsta degi hevur annars verið, at tað er tann lidni sáttmálin millum Føroyar og Danmark, sum skal til fólkaatkvøðu, aftaná at hann er samtyktur á Løgtingi. Men við eitt og hvørt løgtingsval tekur Føroya fólk støðu til framtíðar tilgongdir á øllum samfelagsligum økjum - eisini tí ríkisrættarliga. Tískil mæla Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin til, at løgtingsval verður útskrivað sum skjótast, soleiðis at Føroya fólk kann velja eina nýggja tingmanning, sum síðan kann skipa samgongu, sum kann skapa aftur virðilig og ábyrgdarfull viðurskifti í ríkisfelagsskapinum og finna eina loysn á ríkisrættarliga spurninginum, siga flokkarnir báðir í viðmerkingunum til uppskotið. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Lærarafelagið kallar inn til eykaaðalfund Teir 700 limirnir í Føroya Lærarafelag hava fingið fundarboð frá nevndini. Kallað er inn til eykaaðalfund, men formaðurin í nevndini, Elsa Birgitta Petersen, vil ikki siga nágreiniliga, hvat verður á skránni, ella hví nevndin hevur kallað inn til eykaaðalfund. Hon váttar tó, at samlagstryggingin verður á skránni Ein bólkur av lærarum hevur seinastu mánaðirnar arbeitt við at kanna samlagstryggingina, sum Føroya Lærarafelag hevur teknað við LÍV. Teir fílast á ískoytiseftirlønina, ið er ein partur av samlagstryggingini, sum teir meta er órættvís, tí teir eldru lærararnir fáa nógv meira burturúr peningaliga enn teir yngru. Teir yngru lærararnir føla seg fyri vanbýti í nýggju tryggingini, og teir mæla til, at ískoytiseftirlønin verður beind burtur. Ískoytiseftirlønin er eitt gjald á 100.000 krónur, sum lærarar fáa, tá teir koma til eftirlønaraldur. Yngru lærararnir hava arbeitt við at savna undirskriftir inn, so at nevndin skal kalla inn til eykaaðalfund fyri at viðgera samlagstryggingina. Enn eru teir ikki komnir á mál við undirskriftunum, men hóast tað hevur lærarafelagið kallað inn til eykaaðalfund av sínum eintingum. Aðalfundurin verður 2. desembur í Læraraskúlanum, men formaðurin í nevndini, Elsa Birgitta Petersen, vil ikki almannakunngera enn, hvat fundurin fer at snúgva seg um. Elsa Birgitta sigur tó, at samlagstryggingin verður á skránni. Vit arbeiða við at gera eina endaliga skrá til eykaaðalfundin, og tá hon er búgvin, sleppa álitisfólkini at síggja hana. Álitisfólkini eru okkara samband út á økini, og tey skulu síggja skránna fyrst, sigur Elsa Birgitta Petersen. Hevur nevndin í Lærarafelagnum lagt nakra ætlan, hvat tit ætla við samlagstryggingini? Tað er ein aðalfundarsamtykt við samlagstryggingini, og nú mugu vit síggja, hvat ein annar aðalfundur sigur viðvíkjandi henni, sigur Elsa Birgitta Petersen. Hví hava tit mett, at tað er neyðugt at kalla inn til eykaaðalfundar? Eg fari ikki at siga fjølmiðlunum tað fyrst, tí tað er nakað, sum er millum okkara limir og álitisfólkini. Tað er best, at álitisfólkini verða kunnað fyrst, sigur formaðurin. Nú skulu vit boða øllum limunum frá, at tað er eykaaðalfundur, og vit hava biðið um at fáa mál til skránna send inn, og tí bíða vit eftir, sigur Elsa Birgitta. Tað liggur tó nær at hugsa sær, at høvuðsmálið á aðalfundinum verður samlagstryggingin, sum stór ónøgd hevur verið við, serliga millum teir yngru lærararnar. Avtalan við samlagstryggingini við LÍV er framvegis galdandi, men tað liggur í kortunum, at hon verður broytt, ella at okkurt hendir viðvíkjandi tryggingini. Lærarar hava eisini sett nevndini nakrar fyrispurningar viðvíkjandi samlagstryggingini, sum teir enn ikki hava fingið svar uppá. Diabetessjúklingar gerast fleiri Formaður í Diabetesfelagnum, Kristianna Rein, heldur, at diabetessjúklingarnir í Føroyum gerast fleiri, og tað kemst av liviháttinum í nútíðar samfelagnum. Í dag, týsdagin, er altjóða diabetesdagur, og hesin dagur verður eisini hildin í Føroyum Ein meting sigur, at ímillum 1000 og 1500 føroyingar hava diabetes í dag. Um hagtølini í hinum Norðurlondunum eisini eru eftirfarandi í Føroyum, og tað er nógv, sum bendir á hetta, skuldi talið ligið harum. Nógv er bangin fyri gongdini, tí at alt fleiri fólk fáa diabetes sigur Kristianna Rein. Tað er lívshátturin, sum er broyttur so nógv. Vit eru farin frá einum aktivum til eitt inaktivt lív. Tað er hent við øllum teimum tólum, sum lætta okkum um gerandisdagin í dag, sigur Kristianna Rein. Ístaðinfyri at vera úti sita vit ov nógv innandura í dag, og tað er ein av vandunum. Samstundis sum at kostvanarnir hjá okkum ikki minka um vandan við diabetes, fáa vit eins nógvar kaloriur sum fyri fimti árum síðani, sigur formaðurin. Diabetes er eisini nógv tengt at arvinum, men tað eru nakrar ytri umstøður, sum gera seg galdandi. Opið hús í Losjuni Í sambandi við altjóða diabetes dagin, skipar diabetesfelagið fyri einum tiltaki. Komandi leygardag fara vit at hava opið hús í í Losjuni í Havn. Har verður tilfar um diabetes at fáa, og eisini hava vit fingið fólk at hava fyrilestur, millum annað ein kostrágeva, sigur Kristianna Rein. Tað hevur annars ikki verið vanligt í Føroyum at gera nakað burturúr hesum degnum, hóast altjóða diabetesdagurin ikki er nakað nýtt. Í londum, har viðgerðin er vánalig, verður hinvegin meira gjørt burturúr degnum fyri at vísa á, at sjúklingar hava vánaligar umstøður at røkja sína sjúku. Í Norðurlondum eru umstøðurnar hjá diabetessjúklingum hvat viðgerðini viðvíkur góðar. Tað er í so nógvum londum, at sjúklingarnir ikki fáa ókeypis insulin, men tað fáa vit her. Tað kann tí vera ein katastrofa fyri eina familju, um ein hevur diabetes, sigur Kristianna. Diabetesfelagið hevur sent eitt tíðindaskriv út í sambandi við dagin. Her eru nakrir reglar, sum kunnu fyribyrgja sjúkuni, um teir verða fylgdir. Fjølbroyttur kostur við nógvari frukt og grønmeti verður viðmælt. Rørsla hevur somuleiðis stóran týdning, og tá er ikki bara talan um at ganga róliga, men eisini at fáa pulsin eitt sindur upp. Tað er somuleiðis týdningarmikið at læra sjúklingar at brúka heilsuverkið fyri at fáa tær neyðugu upplýsingarnar viðvíkjandi sjúkuni. Soleiðis kann ein sjúklingur læra seg at taka sær av sjúkuni sjálvur. Útisetapresturin Bergur Jacobsen er prestur hjá føroysku meinigheitini í Keypmannahavn, sum heldur til í Samuelskirkjuni á Nørrebrúgv. Í løtuni hevur presturin eina kirkju at vera í, sum er púra tóm, tí alt er tikið innan úr henni vegna umvæling. Umframt arbeiðið í kirkjuni, er útisetapresturin sálarhirði hjá føroyingum í danska høvuðsstaðnum og hann vitjar eisini sjúklingar á Ríkissjúkrahúsnum. Bergur Jacobsen er prestur, orðblindur, horntónleikari og sálarhirði. Soleiðis kann hann stutt lýsast. Hann hevur roynt ymiskt á yrkisleið síni. Hann hevur verið sjómansprestur í Onglandi, prestur í Føroyum, útvarpsmaður og landsstýrismaður. Hann hevur í nøkur ár verið prestur hjá føroysku meinigheitini í Keypmannahavn, sum heldur til í Samuelskirkjuni á Nørrebrúgv. Sjúk og heimleys Í løtuni fara allar kirkjuligar handlingar fram í kirkjukjallaranum, Krypten, tí inni í sjálvari kirkjuni er ikki nógv at fara eftir. Har er púra tómt, um ein ikki roknar uppí okkurt málingablikk og onkran trappustiga. Har fer stór umvæling fram og tí er kirkjan í løtuni stórt sæð bert fýra veggir. Eg er umleið helvt um helvt, hóast tað ikki júst er eftir rætta kvotabýtinum. Men hatta við kvotaprestum virkar ikki heilt, so í veruleikanum er eg hálvur danskur prestur og hálvur føroyskur. Eg havi tvær meinigheitir, ta føroysku og ta donsku, sigur Bergur Jacobsen Tvey meinigheitsráð eru. Eitt danskt og eitt føroyskt, men danska ráðið hevur ábyrgd av bygningunum, meðan føroyska ráðið bert hevur ábyrgd av føroysku meingheitini. Ein limur í føroyska ráðnum er eisini umboð í danska ráðnum og er sostatt millumlið. Meinigheitirnar eru javnbjóðis hvørjari aðrari og eru felags um kirkjuna. Fastar guðstænastur eru og beint við síðuna av kirkjuni er eitt stórt ellisheim, so nógvar danskar jarðarferðir eru, men eisini føroyskar. Eg havi eisini andaktir annan hvønn týsdag á Hotel Thorshavn. Vit býta hetta við Brøðrasamkomuna. Eg vitji eisini á Ríkissjúkrahúsinum og haldi serliga eyguni við fólki, ið liggja longi. Tey sum bara koma og fara hava vónandi ikki brúk fyri mær, men senda vónandi boð, um so er. Eisini er nakað at gera innan fangahúsverkið, sigur Bergur Jacobsen Og eisini eru føroyingar, ið ikki eru so væl fyri og føroyingar, ið eru heimleysir, sum eg havi samband við, sigur Bergur Jacobsen, sum sostatt nýtir fittan part av síni tíð, sum sálarhirði. Um vetrarnar plaga vit at hava føroyskan mat, men tað liggur á láni nú, tí kirkjan verður umbygd, sigur Bergur Jacobsen, sum ikki heldur stóran mun vera á prestastarvinum í Danmark og í Føroyum, um ein ikki tekur við serligu økini hjá útisetaprestinum. Leyp ikki á seingjarliggjandi fólk Tað eru fólk, sjúklingar, sum koma niður, og ongan hava við sær. Nøkur teirra liggja longi og tey eru rættiliga einsamøll. Tað er tann ólukkuliga støða íkomin, at telefonskipanain á Ríkissjúkrahúsinum er broytt soleiðis, at nú kann ein ringja út, men ringjast kann ikki inn úr Grønlandi og Føroyum. Vit arbeiða við at fáa hetta broytt,tí tann telefonin er rættiliga dýr. Annars vildi eg fegin, at sjúklingar sum liggja her, og hava brúk fyri at práta, gera vart við seg. Tað nýtist ikki at vera tí teimum tørvar ein sálarhirða, men kanska hava tey bert brúk fyri einum føroyskum práti. Tað er ofta tilvildarligt, hvønn vit koma framá. Ofta er tað eftir vitjanir á Hotel Thorshavn, at vit hitta fólk, men hvussu so við teimum, ið ikki koma á Hotel Tohrhavn og sum vit einki vita um?. Kanska eru tað júst tey, ið tørva okkum mest, sigur Bergur Jacobsen. Fólk mugu ikki smæðast við at siga frá, tí eg komi ikki bert til teirra, sum liggja til tað síðsta. Eitt vanligt prát um veður, vind, seyð og fisk kann eisini vera lekidómur hjá einum, ið liggur einsamallur, sigur Bergur Jacobsen Hann leggur dent á, at hann á vitjanum sínum á Ríkissjúkrahúsnum fer at vitja fólk og ikki fyrst og fremst at prædika fyri teimum. Hetta má ein føla seg fram til, tí tað skal helst vera eitt ynski frá teimum. Eg havi sjálvur upplivað at ligið sera sjúkur á sjúkrahúsinum í Havn og verið álopin av fólki, ið vildi prædika fyri mær. Eg var ikki glaður fyri tað. Viðlomandi kundi fyrst sett seg niður og til dømis ómakað sær at funnið útav hvør eg var og so framvegis, heldur Bergur Jacobsen, ið ikki metir, at ein hevur loyvi at leggjast á fólk, ið liggja í eini song. Bergur Jacobsen hevur eisini guðstænastur aðrastaðir, enn í Samuelskirkjuni. Hann ferðast til dømis til Jyllands og Bornholm at halda guðstænastur. Eisini eru nógvar vígslur og danski deknurin á staðnum er konsulentur hjá Kirkjumálaráðnum fyri føroysk nøvn, so har er eisini eitt starvsøki hjá føroyska prestinum. Er orðblindur Bergur Jacobsen hevur verið 5 ár í starvinum í Keypmannahavn, og sum vanligt hjá donskum prestum, hevur hann fastar telefontíðir, har hann er at hitta, men annars er ilt at siga neyvt, hvussu ein dagur hjá hjá honum sær út. Bergur hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hevur verið sjómansprestur í Onglandi, prestur í Føroyum, útvarpsmaður og landsstýrismaður. Ert tað so, sum tú onkutíð hevur ført fram, at tú metir, at ein eigur ikki at sita ov longi í einum starvi, tí so er vandi fyri at "sovna"? Hugsar ein fyrimyndarligt, so eigur ein ikki at verða ov longi í einum stað. Hetta er galdandi bæði sum tíðindamaður og sum prestur. Eg haldi, at í hvussu er meinigheitin hevur gott av at síggja nýtt andlit og hoyra eina nýggja rødd. Fyrr var eisini lætt at flyta, men so er ikki longur. Nú eru nógv um boðið, so nú kann ein blíva hangandi, uttan at vilja tað. Men eg var útvarpsmaður frá 1988 og til 1995, og eg kendi, at eg hevði givið nóg mikið av mær sjálvum og var bangin fyri at koyra upp í saman. Men hevði eg kunnað skift til tíðindadeildina, so hevði eg kanska hildið fram, men eg var politiskt merktur og metti ikki at tað hóskaði at koma úr landsstýrinum og inn á tíðindadeildina, sigur Bergur Jacobsen. Eg kundi hugsað mær at komið aftur til Føroya, men eg havi tann trupulleika, at eg er orðblindur. Føroyskir prestar skulu føra kirkjubøkur og har skulu eingi mistøk vera. Eg var prestur í Sandoynni og hjá einum vanligum fólki var eingin trupulleiki at føra kirkjubók, men hjá mær var tað stórarbeiði. Fleiri kladdur og síðani at føra yvir. Tað átti ikki at komið millum meingheit og prest, at ein er orðblindur, men soleiðis er tað. Eg eri sera takksamur fyri nýggju telduorðabøkurnar og endiliga tori eg at lata eitt handrit frá mær við góðari samvitsku, sigur Bergur Jacobsen. Er hetta ein trupulleiki, ið hevur fylgt tær alt lívið og undir lestrinum? Eg lesi seinni, enn fólk flest. Lesa konan og eg ein felags tekst, so lesur hon tekstin uppá eitt eygablikk, men hjá mær gongur seinni. Eg plagi at siga, at nógv fólk duga at stava, men duga ikki at skriva. Og kanska eru eisini tað tey, ið duga at skriva, men ikki at stava, skemtar Bergur Jacobsen, ið heldur trupulleikan verða, at ein sum orðblindur hevur havt ringa samvitsku av at lata ein tekst frá sær. Tað hevur nú ikki verið so øgiliga illa statt við mær. Eg havi altíð dugað at lisið. Men tað gongur ikki, um ein skal skriva nakað, sum skal vera so rætt, sum ein kirkjubók, sigur Bergur Jacobsen, sum fegnast um nýggju teldukirkjubøkurnar. Eg kundi hugsað mær at komið aftur til føroya. Eg eri føroyingur og tað fellur lættast at práta við føroyingar. Men hinvegin dámar mær væl donsku guðstænastuna, sum er øðrvísi, enn tann føroyska. Men hana hevði kunnað tikið við mær til Føroya. Í donsku guðstænastuni verður meira roynt, nýggj løg og leikfólk taka eisini meira lut, sigur Bergur Jacobsen, ið eisini nevnir alt tað, ið gongur fyri seg í kirkjuni umframt guðstænastu, so sum andakt tvær ferðir um vikuna, spælistova, eldrafundir, kór og ymsir felagsskapir halda eisini til har. Samuelskirkjan er opin hvønn dag frá 10 til 14 og tað hendir meira enn so, at fólk koma innar og seta seg , bert fyri at fáa eina friðarliga løtu. Søgulig urga Kirkjan hevur eisini verið forsømd. Men nú er stór umvæling í gongd, ið skuldi verða liðug 1. juni, men nú vóna vit at fáa kirkjuna aftur til 2. jóladag. Hon verður vígd aftur 14. januar og tá verður nýggja urgan eisini tikið í nýtslu, sigur presturin, ið ikki dylir, at hann fegnast um júst urguna. Hetta er ein gomul/nýggj urga, sum hevur staðið í Angelholm Kirke í Svøríki. Tað er ein danskt bygd urga og tað er Hemmersham, ið hevur bygt, og hann hevur bygt nógvar urgur í Føroyum, men so vítt eg veit, so er tann einasta, ið pælir enn, urgan í Ebebezer í Havn, greiðir Bergur Jacobsen frá. Hann var ein meistari til pípurnar, men ikki tøknina. Og í hesi urguni hevur hann bert gjørt pípurnar og hetta er ein urga við 34 røddum. Henda urga var yndisurgan hjá urguleikaranum Viderø, ið var hálvur føroyingur, og urguleikarin í Samuelskirkjuni er næmingur hjá Viderø, sigur Bergur Jacobsen, og leggur afturat, at orsøkin til, at tey fingu loyvi til at keypa urguna var, at ein kendur dannskur urguleikari og komponistur hevði tilknýti til urguna. Urgan er keypt fyri 50.000 krónur og verður sett upp fyri 1,2 milliónir. Sostatt er tað nærum ein nýggj urga, vit fáa. Men ein nýggj urga við 34 røddum kostar í dag einar 10 milliónir og ein síðugøtukirkja, sum okkara, hevði annars ikki fingið eina urgu við meira enn 19 røddum, sigur Bergur Jacobsen, ið fegnast um úrslitið og sparda peningin. Bergur Jacobsen væntar ikki, at hann tekur stig til nakað heilt nýtt viðvíkjandi yrkisleiðini, uttan kanska at venda heimaftur einaferð. Fyri ári síðani varð hann raktur av sjúku, men kom væl fyri seg, hóast orka ikki er til tað sama, sum áður. Útisetapresturin vónar, at fólk venda aftur til kirkjuna, tá hon er liðugt umvæld, tí hann heldur seg hava merkt, at meðan hildið hevur verið til í kirkjukjallaranum, er talið á kirkjugangarum fallið. Eisini vónar hann, at ungfólk taka við og taka undir og eisini, at tey koma við uppskotum um, hvussu kirkjan kann nýtast, tí øll eru vælkomin at nýta kirkjuna. Føroysk myndlist til New York Tann 1. desember fara 5 føroysk myndlistafólk til New York, har ein framsýning verður við teirra verkum Í døgunum 5. til 23. desember hendir nakað í New York, ið ikki hendir har á hvørjum degi. Tá verður nevniliga ein føroysk listaframsýning at síggja í amerikanska stórbýnum. Søgan byrjar við, at hjúnini Tordur og Sigrun G. Niclasen vitjaðu í New York. Har komu tey í samband við kvinnu, ið fæst við listaframsýningar vegna felagsskapin American/Scandinavian Society. Sigrun hevur hildið sambandið viðlíka og sent tilfar yvir til hennara av umleið 14 føroyskum listafólkum. Soleiðis er íkomið, at 5 føroysk listafólk tann 1. desember leggja leiðina til New York. Tey, ið eru sloppin ígjøgnum nálareygað, eru Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, Amariel Norðoy, Kári Svensson, Astri Luihn og Eyðun av Reyni. Verða kanska stevndir eftir fleiri milliónum í endurgjaldi Levir Hansen, Eyðun Viderø og Jógvan K. Mørkøre hava brúkt pening hjá føroyskum kommunum til at sanera skuldina hjá nøkrum kommunum og tað kunnu teir nú vænta sær stevning fyri Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, Eyðun Viderø, bygdaráðsformaður á Sandi og Jógvan K.Mørkøre, formaður í Føroya Kommunufelag, eru tríggir mans, sum nú hava fingið nakað at hugsa um. Tí teir skulu ikki verða bilsnir um teir onkran dagin í næstu framtíð fáa at vita, at teir eru stevndir eftir fleiri milliónum í endurgjaldi. Teir tríggir eru í stýrinum fyri Kommunala Veðhaldsgrunnin. Og í farnu viku gjørdu teir av, at betala pening úr grunninum til at sanera tær mest skuldarbundnu kommunurnar við. Men seinasta orðið er ikki sagt í hesum máli enn, tí fleiri kommunur eru so misnøgdar um hetta, at tær fara nú at kanna møguleikan fyri at stevna. `I hvussu so er ætla bæði Hósvíkar og Sjóvar kommuna sær at stevna og tað skilst, at eisini Nes Kommuna ætlar sær at stevna. Vit hava tosað leyðsliga við sakførara. Og hann metir, at er peningur brúktur úr Kommunala Veðhaldsgrunninum at sanera nakrar kommunur við, er hetta at ognartaka pening hjá hinum kommununum, sigur Eivind Jacobsen, bygdaráðsformaður í Sjóvar Kommunu. Men sakførarin sigur eisini, at teir einastu, sum kunnu standa til svars fyri hetta, eru teir, sum hava goldið peningin. Og tað eru teir tríggir stýrislimirnir í Kommunala Veðhaldsgrunninum, Leivur Hansen, formaður, umframt Eyðun Viderø og Jógvan K. Mørkøre. Tí verða tað teir, sum verða stevndir, leggur bygdaráðsformaðurin á Strondum afturat. Hann sigur, at tað var ikki av ongum, at Veðhaldsgrunnurin í fyrstu atløgu ikki tordi at betala til saneringina av kommununum, fyrrenn kommunurnar skrivliga høvdu váttað, at tær góðtóku tað. Vit hava ikki loyvi til at krevja skatt inn til annað enn okkara egnu skattaborgarar. Men nú er peningurin hjá okkum tikin til skattaborgarar í øðrum kommunum, og tað er ikki lógligt, uttan at vit samtykkja tað. Í lógini fyri veðhaldsgrunnin stendur, at peningurin "kann" brúkast til saneringina. Tað stendur ikki, at hann "skal". Tí mugu vit gera okkara samtykki, sigur Eivind Jacobsen. Hann sigur, at sakførarin nú skal kanna málið nærri og so verður endalig avgerð tikin. Hann sigur eisini, at ætlanin er at fáa allar kommunurnar, sum eru ímóti saneringini, at stevna í felag. Jógvan Mørkøre, bygdaráðsformaður í Hósvík, sigur, at teir fara so langt, sum tilber, fyri at fáa peningin aftur. Hann sigur, at tað stendur í lógini fyri Veðhaldsgrunnin, at peningurin er ogn hjá kommununum og tí undrar tað hann, at tingið kann taka ræðið á pengunum, uttan at spyrja kommunurnar eftir. Mugu stevna løgtinginum Tað kann bara verða Løgtingið, sum kann verða stevnt fyri at peningur úr Kommunala Veðhaldsgrunninum er brúktur til at sanera kommunur við, sigur Leivur Hansen Tað hevur altíð verið væntandi, at hetta endar í rættinum. Og tað er væl eisini einasti máti, at fáa málið endaliga avgreitt uppá. Leivur Hansen, formaðurin í stýrinum fyri Kommunala Veðhaldsgrunnin, sigur, at tað kemur ikki óvart á seg, um onkrar kommunu fara at stevna, nú peningur úr grunninum er brúktur til at hjálpa teimum mest skuldartyngdu kommununum við. Men hann væntar ikki, at tað verður hann sjálvur, ella grunnurin, sum kemur at standa við endan. Tann einasti, sum kann ábyrgjast, tað er sjálvt Løgtingið, sum hevur samtykt lógina, sigur Leivur Hansen. Tað hevur annars leingi verið greitt, at tað hevur verið ivasamt, hvørjar heimildir grunnurin hevur til at brúka pening til at sanera tær mest skuldarbundnu kommunurnar við. Hetta hevur bæði Gjaldsstovan, ein lógfrøðingur hjá grunninum og grannskoðarin hjá grunninum gjørt vart við frmmanundan. Formaðurin fyri grunnin hevur fyrr sagt, at ein løgfrøðingur, sum grunnurin spurdi, kom til ta niðurstøðu, at hetta var at ognartaka pening hjá teimum kommunum, sum skuldi gjalda, og at tað tí kundi roknast við endurgjaldskrøvum. Tí bað grunnurin allar kommunurnar um at vátta, at tær góðtóku, at peningurin úr grunninum var brúktur til hetta endamálið. Tað vóru ikki so frægt sum 20 kommunur, ið svaraðu grunninum. Og av teimum fóru tað fýra kommunur, sum mótmæltu peningur úr grunninum varð brúktur til at sanera summar kommunur við. Men hóast bara eitt fátal av kommununum svaraðu, gjørdi grunnurin hósdagin av at betala teimum mest skuldarbundnu kommununum úr grunninum. Og fríggjamorgunin fekk Gjaldsstovan boð um at flyta peningin. Hetta varð gjørt eftir ein fund við løgmann, har hann vissaði um, at allar heimildir vóru í lagi og at hetta var tað, sum løgtingið vildi, og hevði samtykt. Og niðurstøðan hjá løgmanni var tvørturímóti, at tað var álvarsligt ikki at gera eftir eini løgtingssamtykt. Tann løgfrøðiliga metingin hjá løgmanni sigur, at tann einasti, sum kann ábyrgjast fyri tí, sum er hent, er Førya Løgting, tí stýrið fyri grunnin hevur ikki gjørt annað enn at akta eina løgtingssamtykt, og tað vera vit noyddir til, sigur Leivur Hansen. Hann sigur eisini, at bæði kommunufeløgini hava áður góðtikið saneringina og so vítt, hann veit, hevur ongin mótmælt áður. Men Leivur Hansen ásannar, at hetta er lógfrøðiliga ógreitt, tí hetta er pástandur ímóti pástandi. Og einasti máti at fáa tað avgreitt, er at royna málið í rættinum. Men eru heimildirnar ikki ílagi, er tað bara Løgtingið, sum kann ábyrgjast, tí stýrið fyri grunnin hevur ikki gjørt annað enn, tað, sum Løgtingið hevur samtykt. Skal ikki takast bókstaviliga Vit ætla ikki at leggja okkum út í, hvat fólk gera í frítíðini, sigur Fiskirannsóknarstovan Ætlar Fiskirannsóknarstovan at blanda seg uppí, hvat fólk gera í frítíðini? Hendan spurningin hava lesarar sett sær aftaná at tey hava lisið eina lýsing frá Fiskirannsóknarstovuni í bløðunum í farnu viku. Tá lýsti Fiskirannsóknarstovan eftir fólki at taka royndir av fiski, sum varð avreiddur í Suðuroynni. Gjørt varð vart við, at talan var bara um eitt parttíðarstarv, men umsøkjarar skuldu helst ikki hava annað arbeiði. Á fiskirannsóknarstovuni sigur Søren Sørensen, at sjálvandi fer Fiskirannsóknarstovan ikki at leggja seg út í, hvat fólk gera í frítíðini. Talan er neyvan um meiri enn eitt 1/4 starv. Men trupulleikin er, at tann, sum verður settur, skal vera tøkur, tá ið bátar avreiða og tað kann vera nær sum helst. Hann heldur, at lýsingin kundi kanska verið orðað øðrvísi, tí um umsøkjari hevur arbeiði, sum hann altíð kann fara frá, fer Fiskirannsóknarstovan sjálvsagt ikki at leggja seg út í tað. Grundarlagið undir stovnsrøkt Søren Sørensen sigur annars, at hetta arbeiðið, at taka royndir av avreiðingum, er ein partur av grundarlagnum undir stovnsmetingunum hjá Fiskirannsóknarstovan. Talan er um at taka stakroyndir av avreiðingum. Longdin á fiskinum skal mátast og fiskurin skal vigast. Somuleiðis skulu nitrur takast fyri at staðfesta aldurin. Á Kongafiski verður tó bara kannað eftir, hvussu stórur hann er, og, hvat kyn hann er. Gekkur vann fólki neisur Gekkurin hjá sjónvarpinum vann fólk neisur fríggjakvøldið. Men tað var ongin, sum fekk nakran fyrimun av tí Tey, sum spældu Gekk fríggjakvøldið varnaðust nakað løgið: Í triðja og fjórða spæli vórðu akkurat tey somu tølini drigin, tal fyri tal. Men Ole Guldborg Nielsen, sum arbeiðir hjá grannskoðaravirkinum, Rasmussen og Weihe, vissar um, at ongin hevur fingið nakran fyrimun av tí. Fríggjakvøldið fann so teldan uppá at draga tey somu tølini tvær ferðir upp í slag. Men tað var av berari tilvild. Sannlíki fyri at slíkt hendir, er ómetaliga lítið. Men fríggjakvøldið hendi tað so kortini. Hann leggur tó dent á, at tað er ikki nóg mikið til at nakar spælari fær fyrimun. Tí fyri at vinna, skulu tølini, sum verða drigin, passa við tølini á plátuni. Og ongin hevði tvær plátur við somu tølum á. Tað, sum hendi fríggjakvøldið, hevði ikki verið ein fyrimunur, uttan so, at onkur hevði akkurát somu tølini á plátunum, sum vóru brúkt til triðja og fjórða spæli. Gera sær stóran ómak Ole Guldborg Nielsen visur á, at tey hava gjørt sær ómetaligan ómak fyri, at ongin skal hava nakað at seta fingurin á í samband við Gekkin. Og hann sigur, at tey áðrenn Gekkur byrjaðu, funnu tey eina skipan, sum er 100% trygg. Hann sigur, at tað eru tvær óheftar telduskipanir, sum draga tølini og sum prenta pláturnar. Tølini verða drigin á eini teldu í Danmark, sum púra onki hevur við sjónvarpið at gera. Tey verða send til grannskoðaravirkið Rasmussen og Weihe á diski í innsiglaðum brævbjálva. Har verða tølini liggjandi í pengaskápi inntil eina tíma fyri hvønn drátt, tá ið eg sjálvur beri tey oman í sjónvarpi og eri hjástaddur til sjónvarpið hevur kannað eftir, at diskurin er ílagi. Tá er sølan av gekkheftum hildin uppat. Ole Guldborg Nielsen sigur, at trygdarskipanin er so strong, at hvørki hann, ella konan, ella børnini, hava loyvi til at spæla Gekk. Hinvegin verða pláturnar prentaðar á eini heilt aðrari teldu og tey eru eisini tilvildarlig. Júst tað, at ein ikki sleppur at velja tølnii á plátunum sjálvir, tryggjar, at tað er tilvildin, sum ræður, sigur Ole Guldborg Nielsen. Nøvn í vikuni Diamantbrúdleyp Í dag hava hjúnini Mia og Andrew Godtfred diamantbrúdleyp. Fyrru helvtina av hesum 60 árunum í hjúnalagi búðu tey í Vági. Men fyri sløkum 30 árum síðani keyptu tey hús í J. Paturssonargøtu og fluttu til Havnar. Mia og Andrew giftust í eini daprari tíð. Í november 1940 gekk seinni heimsbardagi á øðrum ári, og føroyingar mistu fólk og skip. Andrew var skipsføraralærdur og førdi Silver Spray, sum pápi hansara, Dias á Heyggi, átti. Silver Spray fiskaði við snurruvodd undir Íslandi og sigldi til Bretlands øll krígsárini. Hóast manga vandaferð millum londini komu skip og manning tó aftur í øllum góðum. Sum vágbningar eru Mia og Andrew bæði børn av tí framburði, sum gjørdi, at Vágs bygd taldist millum tær fremstu innan føroyska fiskivinnu. Nógv fólk flutti til Vágs tá í tíðini, og teirra millum vóru foreldrini hjá teimum báðum. Kristian og Johan Andreas Godtfred fluttu av Heyggi í Porkeri, nøkur ár áðrenn Andrew varð føddur, og Mia flutti úr Søldarfirði til vágs sum smágenta við foreldrunum, Ingu og Gunnari Danielsen, tí hann førdi skip á Gørðunum. Nøkur ár eftir kríggið var Andrew formaður á hvalastøðini í Lopra og seinni umboðsmaður hjá oljufelagnum Shell í Vági. Tað hevði við sær, at tey komu í samband við nogv fólk. Norsk sog skotsk skip komu til Vágs at bunkra. Skipini fingu olju, manningin varð sett til borðs hjá Miu. Burtur úr hesum kom vinskapur, sum heldur dagin í dag. Bæði sunnanfjørðs og norðanfjørðs eru mong komin á gátt, og hava sitið væl inni hjá teimum. At koyra oljubil eftir smølu vegunum í sunnaru helvt av Suðuroynni í fimmti- og sekstiárunum kundi vera hættisligt, serliga at fara um Hestin í kavaroki Men ikki vildi Andrew, at nakar skuldi sita kaldur. Nei, so heldur at biðja mann koma við sær, sum kundi hjálpa honum at grava, um bilurin stóð fastur á veg til Sumbiar. Slíkir túrar kundu gerast drúgvir. Tá ið tey vóru flutt til Havnar, fór Andrew til skips aftur. Hann fiskaði við nótaskipuhum hjá Eileri Jacobsen og var stýrimaður við Kubabátunum hjá Skipafelagnum á vaktarhaldi við oljuboripallarnar í Norðsjónum. Seinni avloysti hann sum tollari um summarið og var náttarvakt á Tórshavnar Skipasmiðju. Mia fór eisini út at arbeiða: fyrst í køkin á Hotel Hafnia og síðani á Frímerkjadeildina. Mia og Andrew fingu fýra børn. Andrew, sum búði í Havn, doyði í fjør, Gunnvør býr í Næstved og tvíburðarnir Bergur og bogi búgva báðir í Havn. Ólá Christian 70 8. november fyllir ein kendur vinnulívsmaður í Runavík 70 ár. Tað er Óla Christian Danielsen, sum seinastu 52 árini hevur fingist við lastbilar í Eysturoynni. Neyvan er nakað mansbarn í Eysturoynni, sum ikki kennist við navnið Óla Christian. Hann er upp á fornavn við tey flestu og hansara bilar síggjast kring alla oynna. Men vinir og kenningar skulu ikki gleða seg til nakað ball, nú Óla Christian rundar 70. Tá vit ringdu til hann mánadagin legði hann okkum staðiliga við at siga lesarunum, hann var burturstaddur føðingardagin. Óla Christian er eitt so livandi menniskja og virkin maður, at honum dámar einki at verða mintur á, at árini so javnt nartla burtur av æviskeiðnum "Ætlar tú tær slett ikki at pensionerast?" spurdi undirritaði. " Tað havi eg slett ikki tíð til!" segði Óli, kvikliga. Hann veit alt um bilar, hann hevur ikki tal á hvussu nógvar bilar hann hevur átt síðan hann fór undir virksemi í 1948. Og hann fylgir við tíðini. Býráðslimur hevur hann verið í Runavík í samfull 10 ár og meginpartin av hesum skeiði var hann formaður í havnarnevndini. Eitt eyðkenni fyri Óla er, at hann er góður at heita á. Sosialurin ynskir Óla tillukku við degnum, hvar enn á klótuni hann er staddur 8. desember í ár. Altjóða diabetisdagur í dag: Diabetesfelag Føroya Tíðindaskriv Tann 14. novembur er altjóða diabetesdagur, og verður gjørt vart við henda dag kring allan heimin. Í ár verður høvuðsdenturin lagdur á sukursjúku og lívsstíl, tí broytingar í lívsháttinum fáa stóra skuld fyri ta ógvusligu øking í hesi sjúku. Henda øking sæst kring allan heimin, og alt bendir á, at økingin verður enn ógvusligari í framtíðini. Talið á teimum, sum fáa sukursjúku, veksur skjótt. Í 1985 høvdu 30 milliónir fólk í heiminum sukursjúku. Í 1998 var talið økt til 143 milliónir, og væntandi hava 300 milliónir fólk sukursjúku innan ár 2025. Tað vil siga ein 10-falding uppá 40 ár. Hvør er so orsøkin til hesa øking? Fyrst og fremst er ein orsøk tað økta fólkatalið í heiminum, men eisini ósunnur matur, vit viga ov nógv, vit sita ov nógv still og eru ov bangin fyri at røra okkum, eru orsøkir til hesa ógvusligu øking. Kring allan heim broytast kostvanar og lívsstílur hjá fólki, og harvið økist vandin at fáa sukursjúku skjótt, og harvið eisini vandin fyri teimum lívshættisligu fylgisjúkum, sum ofta koma í kjalarvørrinum á sukursjúku. Altjóða Diabetesfelagið, IDF, hevur gjørt eina ætlan í fýra punktum um lívsstíl. Royna vit at fylgja hesum ráðum, kann hetta føra til ein sunnari lívsstíl. Hetta eru góð lívsráð, eisini um tú ikki hevur sukursjúku. 1. Etið fjølbroytt At eta fjølbroyttan mat, har dagliga verður etið frukt og grønmeti, hjálpir at halda blóðsukrið regluligt og at halda vektina. Fólk, sum hava sukursjúku, hava sama tørv fyri mati sum onnur, og øll hava gott av fjølbroyttum kosti. 2. Rørið tykkum meira At røra seg meira hjálpir at halda kroppin í form. Rørðsla brennir kaloriir, minkar um feittið í kroppinum og økir um vøddarnar. Rørðsla minkar blóðsukrið, júst sum insulin ger, og hjálpir kroppinum at brenna sukrið betur. 3. Spyr eftir góðum heilsuupplýsingum Insulin minkar blóðsukrið. Um tú hoyrir til bólkin, sum dagliga fær insulin ella tekur tablettir fyri sukursjúku, so hevur tú brúk fyri regluligum blóðsukurkontrollið, og tá er eisini umráðandi at fá góð medicinsk ráð, so kroppurin sjálvur kann hjálpa til. 4. Eitt gott socialt lív Eitt gott socialt lív, har tú bæði gevur tær tíð at taka tær av løttum, men eisini at røra teg saman við familju ella vinum, minkar um vandan fyri strongd og harvið eisini vandin fyri at fáa sukursjúku. Minst til, heilsa tín er í tínum egnu hondum. Spurnarkassi í Sosialinum Sosialurin fer nú undir stóran spurnarkassa >>Spurnarkassin - tit spyrja, vit svara<<, har serkøn á ymiskum økjum svara spurningum frá lesarum. Spyr Sosialin Eirikur Lindenskov og Turið Kjølbro Høvi verður at spyrja um nærum alt. Til pedagogin: hví lurta børnini ikki eftir, tá ið eg tosi við tey. Til prestin: Nú siga granskarar, at Adam og Eva vóru ikki fyrstu menniskjuni jørð. Hvørjum skulu vit trúgva? Til løgregluna: Hvussu skal eg bera meg at, tá ið eg síggi ein og sama bilførara koyra ov skjótt eftir vegnum, har vit búgva? Og mangar aðrar spurningar kunnu tit nú seta hesum breiða skara av fólki. Tit kunnu antin skriva bræv, senda fax, senda teldubræv ella fara inn á heimasíðuna hjá Sosialinum við spurningum. Vit mæla fólki til at skriva greitt og týðiligt. Adressan: Sosialurin, box 76, 110 Tórshavn, Fax 314720 ella teldupost: post@sosialurin.fo og merkið, hvørjum tit seta spurningum. Ætlanin er at hava fyrstu svari í blaðnum komandi týsdag. Bergur Hansen, djóralækni Heri Joensen, prestur Heri Kragesteen, sálarfrøðingur Ingi Højgaard, løgfrøðingur Jens Andreassen, lækni Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslu/húsarhaldsfrøðingur Jón Klein Olsen, politistur Jón Kragesteen. Ferðslutrygd Julianna Næs, pedagogur Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi Turid Thomsen, lestrarvegleiðari Marius Staksberg, málfrøðingur Veljararnir stuðla sjálvstýrisleistinum Baklandið hjá Sjálvstýrisflokkinum samtykti á eykaaðalfundi um vikuskiftið at geva nýggju sjálvstýrisætlanini hjá landsstýrinum fullan stuðul Limirnir í Sjálvstýrisflokkinum vóru væl umboðaðir á eykaaðalfundinum, sum Sjálvstýrisflokkurin helt í Klaksvík leygardagin. Á fundinum gjørdi flokkurin eina yvirlýsing, sum fult tekur undir við nýggja sjálvstýrisleistinum, sum landsstýrið legði fram á tíðindafundinum 2. november. Fundarsamtyktin vísir á, at ætlanin, sum Sjálvstýrisflokkurin legði fram saman við hinum samgonguflokkunum, tryggjar, at Føroyar gerast sjálvbjargnar og sjálvstøðugar eftir einum realistiskum áramáli og at allar bindingar millum Føroyar og Danmark verða loystar eftir og við vilja Føroya fólks. Sjálvstýrisflokkurin heldur nýggja sjálvstýrisleistin vera fult í tráð við stevnumiðini hjá Sjálvstýrisflokkinum. Í yvirlýsingini sigur flokkurin seg meta nýggja leistin vera ein stig fyri stig politikk, sum við skilagóðari fyriskipan førir á málið, ið er einar frælsar Føroyar. Harafturat fegnast Sjálvstýrisflokkurin um, at verkætlanin skal staðfestast við tveimum fólkaatkvøðum. Sjálvstýrisflokkurin miðar eftir, at verkætlanin dær dyggan stuðul millum manna á fólkaatkvøðuni, og tí kann fundurin als ikki taka undir við fráboðanuunum um, at henda ætlan skal fremjast í einum ov stuttum tíðarskeiði, sigur Sjálvstýrisflokkurin at enda í fundarsamtyktini. Broytir bygnað Eykaaðalfundurin hjá Sjálvstýrisflokkinum viðgjørdi eisini eitt uppskot um at broyta bygnað floksins, soleiðis at tað verður staðfest, at tað er politiski formaður floksins, ið er talsmaðurin úteftir. Eftir skipanini higartil hevur Sjálvstýrisflokkurin havt ein formann í tingbólkinum og ein formann fyri landsnevndina. Formaðurin fyri landsnevndina hevur virkað sum formaður fyri baklandið, meðan formaðurin í tingbólkinum hevur verið politiskur formaður. Hendan skipan hevur verið heldur ørkymlandi, tí hon hevur skapt iva um, hvør er veruligi formaður floksins. Flokkurin og fólk yvirhøvur hava ivast í, hvør av hesum formonnum er tann, ið alment eigur at melda út vegna flokkin. Nýggja skipanin leggur upp til, at flokkurin framvegis skal hava ein politiskan formann og ein formann fyri landsnevndina. Men eftir nýggju skipanini skal tað verða politiski formaðurin, ið er talsmaður floksins úteftir. Formaðurin fyri landsnevdina skal taka sær av ymsum umsitingarligum uppgávum og samskipan. Báðir formenninir verða valdir beinleiðis á hvørjum landsfundi. Flokkurin samtykti á aðalfundinum, at lógaruppskotið skuldi latast lokalfeløgunum til ummælis, so tey hava møguleikar fyri at gera broytingar í tí, áðrenn tað væntandi verður samtykt á eykaaðalfundi í Havn einaferð tíðliga í desember. Løgmaður heldur evnisdag Mikudagin í næstu viku fer løgmansskrivstovan at halda evnisdag um stavsfólkapolitikk. Løgmaður fer at røða um týdningin av slíkum politikki Hotel Føroyar verður karmur, tá almennir leiðarar og starvsfólk mikudagin í næstu viku hittast til evnisdag um íverksetanina av almenna starvsfólkapolitikkinum. Á evnisdegnum fara luttakararnir millun annað at viðgera, hvat skal til fyri at fáa almenna starvsfólkapolitikkin at virka, hvørjar møguleikar starvsfólkapolitikkurin gevur og hvørja ávirkan starvsfólkapolitikkurin kann fáa. Dagurin byrjar við, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, greiðir leiðarum og starvsfólkunum, sum arbeiða við starvsfólkaviðurskiftum frá týdninginum av at hava ein starvsfólkapolitikk fyri almennu arbeiðsplássini. Fýra framløgur eru afurat á evnisdegnum. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, fer at greiða frá gongdini í starvsfólkapolitikkinum, Rúni Joensen, deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni, fer at greiða frá løgfrøðisligu støðuni hjá starvsfólkapolitikkinum, Barbara á Tjaldrafløttt, deildarstjóri, fer at leggja fram lyklatøl úr frágreiðingini um starvsfólkapolitikk og Helgi Rasmussen, vinnulívssálarfrøðingur, fer at greiða frá ymiskum viðurskiftum í sambandi við íverksetanina av starvsfólkapolitikkinum. Evnisdagurin endar við, at løgmaður tekur samanum. Høgni fær umbering Blaðstórin á lýsingablaðnum, Hús & Heim, hevur sent Høgna Hoydal eina treytaleysa umbering fyri at hava prentað eitt sera ærumeiðandi dulnevnt lesarabræv um Høgna Hoydal og aðrar loyingarmenn Høgni Hoydal fær treytaleysa umbering frá Jørgen Kristensen, blaðstjóra á lýsingablaðnum, Hús & Heim. Høgni Hoydal hevur sent blaðstjóranum á lýsingablaðnum Hús & Heim krav um almenna umbering fyri dulnevnda lesarabrævið, sum er prentað í nýggjastu útgávuni av lýsingablaðnum. Lesarabrævið er ógvuliga ærumeiðandi móti Høgna Hoydal og øðrum loysingamonnum. Lesarabrævið fer enntá so mikið langt, at tað setir Høgna Hoydal í samband við ódnar maktir. Jørgen Kristensen, blaðstjóri, sigur í umberingini, at brævið kom honum í hendi stutt áðrenn blaðið fór til prentingar, og varð tað tí av ósketni sett í. Hús & Heim, ið er eitt lýsingablað burturav, er ikki heft politiskt ella átrúnaðarliga. Sostatt átti hetta brævið ikki at verið sett í - serstakliga, tá hugsað verður um, at her verða bæði núlivandi og deyðir persónar nevndir, millum annað Høgni Hoydal, sigur Jørgen Kristensen í umberingini. Blaðstjórin sigur seg veita Høgna Hoydal og øðrum, sum kenna seg rakt av brævinum, eina treytaleysa umbering. Fuglfirðingar halda valfund Júst ein vika er nú eftir til kommunuvalið, og valstríðið er komið í hæddina. Í Fuglafirði verður í hesum samabandi skipað fyri einum almennum valfundi, har umboð fyri allar listarnar, ið stilla upp, verða við. Hetta er nakað, sum er við at verða eina gamal siður í Fuglafirði. Slíkir valfundir hava verið hildnir undan nógvum teimum seinastu kommunuvalunum. Valfundurin Fuglafirði í ár verður komandi hóskvøld. Fýra listar eru til kommunuvalið í Fuglafirði. Teir eru Tjóðveldislistin, Javnaðarlistin og tveir borgaralistar. JJ Ólá Christian 70 8. desember fyllir ein kendur vinnulívsmaður í Runavík 70 ár. Tað er Óla Christian Danielsen, sum seinastu 52 árini hevur fingist við lastbilar í Eysturoynni. Neyvan er nakað mannsbarn í Eysturoynni, sum ikki kennist við navnið Óla Christian. Hann er upp á fornavn við tey flestu og hansara bilar síggjast kring alla oynna. Men vinir og kenningar skulu ikki gleða seg til nakað ball, nú Óla Christian rundar 70. Tá vit ringdu til hann mánadagin legði hann okkum staðiliga við at siga lesarunum, hann var burturstaddur føðingardagin. Óla Christian er eitt so livandi menniskja og virkin maður, at honum dámar einki at verða mintur á, at árini so javnt nartla burtur av æviskeiðnum "Ætlar tú tær slett ikki at pensionerast?" spurdi undirritaði. " Tað havi eg slett ikki tíð til!" segði Óli, kvikliga. Hann veit alt um bilar, hann hevur ikki tal á hvussu nógvar bilar hann hevur átt síðan hann fór undir virksemi í 1948. Og hann fylgir við tíðini. Býráðslimur hevur hann verið í Runavík í samfull 10 ár og meginpartin av hesum skeiði var hann formaður í havnarnevndini. Eitt eyðkenni fyri Óla er, at hann er góður at heita á. Sosialurin ynskir Óla tillukku við degnum, hvar enn á klótuni hann er staddur 8. desember í ár. Klokkurnar ringja fyri drotningini Føroya Stiftstjórn hevur heitt á allar prestar í landinum at ringja við kirkjuklokkunum, tá Ingrid drotning fer til gravar í dag. Í Suðurstreym verður ringt í tveimum frá kl 12:30-13:00 og frá kl. 14:00-14:30 í øllum kirkjunum. Eisini fer danska sjóverjuskipið Vædderen at skjóta salut fyri drotningini. Hann fer at skjóta tríggar ferðir 27 skot ella tilsamans 81 skot fyri drotningini og byrjað verður klokkan 14:00. Jústinus Eidesgaard - justinus@sosialurin.fo Gandafloytan Michala Petri og maðurin Lars Hannibal rúnarbundu áhoyrararnar í einum fullsettum Norðurlandahúsi sunnudagin Eitt fullsett Norðurlandahús, hvør stólur starandi niður fingrarnar á tveimum professionellum tónleikarum, sum onki annað gera enn at leika á hvør sínum ljóðføri. Ein ófatilig framførsla, serliga tá eg hugsi um, at einasti reini tóni eg kann fáa úr eini blokkfloytu er, tá eg ikki haldi fyri nakað hol, og blási av fullari megi. Hvussu tann tónin eitur veit eg ikki. Michala Petri greiddi frá, at blokkfloytan var eitt av høvuðsljóðførunum í barokktíðini, tað vil siga tá eitt nú Handel og Telemann vóru í velmaktini seinast í fimtindu og fyrst í sekstindu øld. Og hon hevur megna at fáa hetta ljóðføri til heiður og æri á óteljandi konsertferðum krin allan heim. At so nógv ljóð kunnu fáast burtur úr eini lítlari floytu er fantastiskt. Michala Petri spælir uttan at hyggja eftir nótum, tað er ótrúligt . Hon spældi 9 stykkir uttan eina tí einastu ferð at hyggja eftir nótum og ongantíð spældi hon skeivt. Í steðginum vóru áhoyrarar samdir um at her var talan um eitt undurbarn. Tey spældu 10 stykkir eftir skránni og vórðu klappaði upp aftur til tvey eyka nummør. Konsertfelagið skipaði fyri og góð klassisk nøvn uttan úr heimi ein sunnudag seinnapart, kunnu seta krúnuna á verkið á einum góðum vikiskifti. Sosiala samveran við kaffi og køkum í steðginum er heldur ikki at undirmeta. Tónleikur skal hoyrast og ikki skrivast, ringt er at finnast at nøkrum, tá eitt so dugnaligt og professionelt par stendur á palli. Tey, sum leika blokfloytu, eiga eina fyrimynd i Michalu Petri og komandi guitaristar kunnu læra nógv av Lars Hannibali. Um at geva Havnini eina kjerliga hond Tú hevur kanska sæð meg í Havnargøtum, oftast trillandi við barnavogni. Hetta eru nakrar av teim bestu løtum eg havi, í býi mínum, við børnum mínum. At spankulera oman og niðan, práta við fólk og kenna hvussu býurin suðar av lívið. Hús verða umvald, onkur flytir inn, onnur út. Ein nýggj býarmynd titar fram, tá eigarin av einum vøkrum urtagarði ger av at klippa runnarnar. At ganga í dómaragarðinum og øðrum loyniligum oasum. Finna smáar fínar gøtur, oftast skaptar av barnafótum. Niðan á kongaminni, í plantasjuna at geva dunnunum breyð, út í Sandagerð, út á Reyn, ja, túrarnir eru mangir og hvør betur enn annar. Jú, vit eiga ein deiligan bý, næstan fullkomnan. Tí havi eg eisini hug at gera nakað fyri hann. Vera góð við hann, soleiðis at vit øll kunnu siga, at vit liva í heimsins besta býi. Tí, um vit hugsa okkum um, so eru ein rúgva av økjum, sum kundu trongt til eina kjerliga hond. Eina damuhond, vildi onkur kanska sagt! Og hetta er ein erlig sak, eg meini, eitt stað har fólk búgva verður ongantíð liðugt. Tá eg hugsi um mentan, so hugsi eg samstundis karmar. At hugsa sær at sloppið at bygt upp karmar til býarfólkið at fylla út. At skapa nakað livandi í. Eitt mentunarhús, har allir borgarar kunnu hittast, børn, ung og gomul. Har kundi verið café og býarmuseum. Bókasavn, arbeiðsverkstaðir, fundarhøli, Jazz-klubbur, teldustova, miðlasavn, listaframsýningar, venjingarhølir til tónleikarar, spælistova til børn, felagskapir og eg kundi hildi áfram. Og hví ikki í Ebenezer, sum onkur hevur nevnt? Havnin er vorðin ein stórur býur. Og í einum stórum býi eigur atgongd at vera til øll møgulig tilboð. Og við einum slíkum mentunardepli fær borgarin veruliga nakað ítøkiligt fyri skattapeningin. Tí, sum eg plagi at siga, politikur er at bera fólkinum skattin aftur við rentum. Hetta, við at arbeiða fyri fjøldina, men kortini ikki gloyma hin einstaka. Send tú trygt meg í býráðið 21. november, so skalt tú bara síggja! Heimasíða: www.rigmordam.subnet.dk Sakaris Hansen Frítíðarfeløg eiga at verða hoyrd Hví stillaði eg upp til býráðsvali, tað er stutt og greitt, eg haldi at eg havið nakað at geva borgarunum sum búgva í T.K. Tað skal vera gott og trygt at búgva her. Í høvuðsstaðarøkinum skulu allir borgarar kenna at kommunan er teirra, tað skal eingin ivi verða um tað. Ítrottur og frítíðarfeløg, skulu hava góð kor at virka undir. Frítiðarfeløg , sjálvandið skulu tey verða hoyrd, hugsi tykkum hvussu stóran týðning tey hava fyri trivnaðin í komununi, her eru fleiri 100 fólk sum sita í ymiskum nevndum og gera eitt óvmetaliga stórt arbeiði fyri onga løn, hugsi tykkum, um hesi fólk ikki vóru,? so stóð rættuliga illa til, tí eiga vit sum eru foreldur, abbar og ommur, at vera takksum fyri, at hasi fólk brúka ein stóran part av sínari frítið til hetta stóra arbeiði, tey eiga eina stóra tøkk uppiborna. Lat meg bara taka eitt felag burtur úr hesari rúgvuni, og tað er hundafelagið sum bleiv stovna fyri nøkrum fáðum árum síðani, tað var Apsalon Hansen og aðrir sum stovnaðu hetta felag, teir hava bara ein trupulleika, teir verða ikki hoyrdir, og tað haldi eg vera ógvuliga órættvíst, tað eigur at vera okkurt jarðarstykkið til hetta felag at búðleikast á, tíð vit reypa okkum av at kommunan verður so stór, nú Kollafjørur og T.K vera samanløgd. At ganga hesum felag Gandafloytan Michala Petri og maðurin Lars Hannibal rúnarbundu áhoyrararnar í einum fullsettum Norðurlandahúsi sunnudagin Eitt fullsett Norðurlandahús, hvør stólur starandi niður fingrarnar á tveimum professionellum tónleikarum, sum onki annað gera enn at leika á hvør sínum ljóðføri. Ein ófatilig framførsla, serliga tá eg hugsi um, at einasti reini tóni eg kann fáa úr eini blokkfloytu er, tá eg ikki haldi fyri nakað hol, og blási av fullari megi. Hvussu tann tónin eitur veit eg ikki. Michala Petri greiddi frá, at blokkfloytan var eitt av høvuðsljóðførunum í barokktíðini, tað vil siga tá eitt nú Handel og Telemann vóru í velmaktini seinast í fimtindu og fyrst í sekstindu øld. Og hon hevur megna at fáa hetta ljóðføri til heiður og æri á óteljandi konsertferðum krin allan heim. At so nógv ljóð kunnu fáast burtur úr eini lítlari floytu er fantastiskt. Michala Petri spælir uttan at hyggja eftir nótum, tað er ótrúligt . Hon spældi 9 stykkir uttan eina tí einastu ferð at hyggja eftir nótum og ongantíð spældi hon skeivt. Í steðginum vóru áhoyrarar samdir um at her var talan um eitt undurbarn. Tey spældu 10 stykkir eftir skránni og vórðu klappaði upp aftur til tvey eyka nummør. Konsertfelagið skipaði fyri og góð klassisk nøvn uttan úr heimi ein sunnudag seinnapart, kunnu seta krúnuna á verkið á einum góðum vikiskifti. Sosiala samveran við kaffi og køkum í steðginum er heldur ikki at undirmeta. Tónleikur skal hoyrast og ikki skrivast, ringt er at finnast at nøkrum, tá eitt so dugnaligt og professionelt par stendur á palli. Tey, sum leika blokfloytu, eiga eina fyrimynd i Michalu Petri og komandi guitaristar kunnu læra nógv av Lars Hannibali. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt lágtrýst, 981 hPa. við Hetland fer í landnyrðing og grynnist. Ein hátrýstryggur yvir Grønlandsfjørðinum verður yvir Føroyum týsdag seinnapart. Hátrýstryggurin yvir Føroyum fer eystureftir, meðan lágtýstið yvir Grønlandsfjørðinum stendur mestsum í stað. Brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum mikudagin. Veðrið í dag: Hann minkar vindin niður í gul av norði, seinni snarar hann í útsynning. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið mikudagin: Hann veksur vindin upp í hvassan vind ella skrið av útsynningi og suðri og stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið hósdagin: Gul til stívt andøvsgul av suðri og ælingur, partvís vátaslettingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 3 og 6 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Lot til andøvsgul millum útsynning og útnyrðing og ælingur, partvís vátakavi, men eisini sólglottar. Hitin millum 3 og 7 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 981 hPa. við Hetland fer í landnyrðing og grynnist. Ein hátrýstryggur yvir Grønlandsfjørðinum verður yvir Føroyum týsdag seinnapart. Í dag: Hátrýstryggurin yvir Føroyum fer eystureftir, meðan lágtýstið yvir Grønlandsfjørðinum stendur mestsum í stað. Brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum mikudagin. John Johannessen - john@sosialurin.fo Tað riggar ikki Liðskiparin á neistaliðnum, Áki Mørk, vildi ikki tosa um nakra kreppu á neistaliðnum, men hann ásannaði tó, at alt ikki gongur eftir vild í løtuni. Tekur tú dystin í dag, so er trupulleikin hjá okkum fyrst og fremst í verjupartinum, har tað slettis ikki koyrir hjá okkum. Annars var hann ikki ósamdur í, at tað tykist ikki sum liðið hongur nóg væl saman í løtuni. Nei, tað sært tú eisini á vøllinum. Vit virka als ikki nóg motiveraðir, men eg dugi ikki rættiliga at siga hví tað er soleiðis. Útskiftingin á liðnum hevur ikki verið somikið stór, at talan er um eitt heilt nýtt lið, men í løtuni riggar tað ikki hjá okkum. Kanska er tað ein trupulleiki, at vit skifta ov nógv ígjgønum dystin. Spurdur um málið fyri kappinginarárið er óbroytt, sigur hann, at tað er tað so avgjørt. Vit ætla okkum framvegis at enda millum trý tey ovastu. John Johannessen - john@sosialurin.fo VB-Neistin 28-16 (15-9) VB vil upp í oddin Hóast stigatalvan í løtuni bendir á eina kapprenning millum VÍF og Stjørnuna, so ætla tær í Vági ikki, at hetta skal verða støðan alt árið Hondbóltur Jákup Mørk Eitt av liðunum, sum nóg so stórar vónir vórðu settar til undan kappingini, mundi vera kvinnuliðið hjá VB. At síggja til, so hava tær tó ikki livað upp til hesar vónir fyrsta partin av kappingini. Tveir sigrar og tvey tap var støðan eftir fýra teir fyrstu dystirnar, so kravið undan uppgerðini móti Neistanum var sera einfalt. Einki annað enn ein sigur kundi góðtakast. Ongan tíð í vanda Tað eydnaðist eisini suðuroyargenutnum at vinna sær ein sigur, og nær námind einum tapi vóru tær ongantíð sunnudagin. Rannvá Augustinussen, sum er ein av ungu leikarunum á liðnum, helt eftir dystin, talan ikki var um nakað ivamál í so máta. Vit byrjaðu dystin væl, men eftir at Andrea (Lütz blðm) varð mansvard, fór tað tó at ganga meira javnt á. Tað, sum kanska serliga koppaði dystinum til okkara fyrimun, var, at vit fingu fleiri skjótálop í lag, og tí fingu vit drigið eitt sindur frá áðrenn steðing, greiðir Rannvá frá. Í seinna hálvleiki steðgaði alt upp hjá Neistanum. Tvey mál í tjúgu minuttir nytta lítið, tá mótstøðuliðið samstundis fær níggju, og eftir hetta var dysturin væl og virðiliga avgjørdur. Vit fingu eitt sera gott tak á Anniku og Ingu, og annars tók Guðrun í Lágabæ sær av tí mesta tað løtuna, sigur Rannvá. Vit kundu kanska eisini havt skorað enn fleiri mál, men vit misnýttu fleiri góðar møguleikar. Krevja fleiri stig Sum nevnt omanfyri, so vóru vónirnar til VB stórar undan kappingini, og sjálvar hava tær als ikki mist hesar vónir, hóast tapini fyri Stjørnuni og VÍF. Skulu vit halda fast í oddinum, er neyðugt at vinna teir dystirnir, sum eftir eru av grundspælinum, og hetta ætla vit okkum eisini at gera, sigur skjóti vongurin. Næsti dysturin hjá okkum verður í Vestmanna, og har hava vit so ikki ráð at tapa, um vit skulu halda fast. Dysturin í tølum Málskjúttar VB: Regina Radó 8(3), Andrea Lütz 5, Sólrun Krosslá 5, Gurið Mortensen 3, Rannvá Augusttinussen 2, Margreth Augustinussen 2, Eyðbritt Krosslá 2, Maria Winther 1 Neistin: Inga F. Danberg 6(1), Annika Thomsen 5(1), Bjørg Patursson 2, Súna Mørk 2, Susan Brockie 1 Brotskøst: VB 4, Neistin 6 Útvísingar: VB 3, Neistin 4 Dómarar úr Tjaldur: Dánjal Hansen og Kári Hansen Todi dagsins maður í Keypmannahavn 11.000 áskoðarar sóu Toda Jónsson bjarga einum stigi til FCK, tá hann við eini sannari perlu javnaði til 2-2 móti Silkeborg Superliga Jákup Mørk Donsku fjølmiðlarnir høvdu bert rós at bera Toda Jónsson, tá hesin sunnudagin var høvuðsmaðurin aftan fyri eina stigið, sum FCK fekk burtur úr vitjanini hjá Silkeborg. >>Todi Jónsson i sprudlende spillehumør<<, >>Et kanonspark<<, >>Færingen, Todi Jónsson, blev redningsamand<<, >>Todi's one-man show gav et point<< og >>en besnærenda udlignings-perle<<. Hetta vóru yvirskriftirnar, sum føroyski landsliðsleikarin kundi lesa, tá hann mánamorgunin fór til venjingar saman við liðfeløgunum. Fjølmiðlarnir vóru á einum máli um, at Todi var besti maður á vøllinum, tá FCK, kanska heldur skuffandi, mátti taka til takkar við javnleiki móti Silkeborg. Serliga var tað seinna málið, sum fekk vøkru orðini fram í yvirskriftunum. Eftir at Harald Brattbakk hevði longt eitt innkast til Toda, skallaði føroyingurin bóltin fram við verjuni, rann ígjøgnum, og við einum dundurskoti sendi hann bóltin upp um málverjan, áðrenn hann dúkkaði undir tvørtræið. Fegin um skallaran Sjálvur tóktist Todi tó ikki at leggja óvanliga nógv í hetta, tá vit sunnukvøldið skiftu orð við hann. Heldur fegnaðist hann meira um fyrra málið hjá sær. Skallaran dámdi mær nógv betri. Í Føroyum var eg í øllum førum ikki kendir fyri at vera sterkur við høvdinum, so fyri meg var hetta málið nógv betri, helt hann fyri, eftir at vit høvdu spurt, hvat hann sjálvur helt um útjavnandi málið. - Harald skallaði bóltin til mín, og eg skallaði hann so inn um verjuna, áðrenn eg royndi at renna teir av, og so var bara at skjóta, helt hann um málið, sum sunnukvøldið varð kosið til dagsins mál á rásini, TV3, sum eisini hevði Toda á liðnum hesa vikuna. Gongur hampuligt Hetta er aðru ferð innan tríggjar vikur, at Todi er á vikunar liðið hjá rásini, men heldur ikki hetta tykist at hava lyft føroyska leikarin upp frá í ovfarakæti. Tað hevur gingið hampuliga væl seinastu tíðina. Kanska hongur tað eisini saman við, at vit hava skift spælistíl, soleiðis at fleiri langir bóltar verða sendir niðan til Pascal Simpson, sum so skal leggja teir víðari til okkum. Hinvegin, so viðførir hetta eisini, at eg til tíðir detti nógv úr spælinum. Um framgongdina, sum liðið hevur havt í mun til undanfarna kappingarár, heldur Todi, at hetta hevur fleiri orsøkir. Tað eru fleiri faktorar, sum hava havt ávirkan á hetta. Venjarin hevur sjálvandi sítt at siga, men tað er eins nógv tað, at vit nú stríðast nógv meira fyri hvørjum øðrum. Fyrr var tað kanska soleiðis, at um vit komu aftur um við einum máli, so hugsaðu vit við okkum sjálvum, at nú var torført at koma aftur í aftur, men hetta er burtur nú, og eitt nú hava vit fleiri ferðir vent dystum higar til í ár. Ongland órógvaði ikki Fyri stuttum var nógv tosað um í fjølmiðlunum, at FCK-venjarin, Roy Hodgson, kanska skuldi gerast komandi enskur landsliðsvenjari. Hetta fall um sama mundi, sum úrtøkan hjá FCK fór at versna, men Todi heldur tó ikki, at hetta hevði nakra ávirkan á leikararnar. Sjálvandi sóu vit tað, sum varð skrivað, og kanska hugsaðu vit eisini eitt sindur um tað. Hinvegin so vita av, at bløðini skulu royna at hava nakrar søgur, so eg vil ikki siga, at hetta ávirkaði okkum. Gott við vetrarfrí Øll hava sjálvandi brúk fyri hvíld av og á. Seinastu dystirnar hevur eisini gingið heldur striltið. Vit hava spælt ov nógvar javnleikir, og liðið hevur sum so heldur ikki riggað so fantastiska væl, so hetta kunnu vit so avgjørt betra í vetrarsteðginum, heldur Todi, tá vit spyrja hann, um tað kanska er eitt sindur keðiligt at fara í vetrarfrí nú. Sostatt tykist tað nú heldur friðarligt í FCK upp undir vetrarsteðgin, tá sammett verður við undanfarin ár. Tá hava orð sum kreppa og venjaraskifti staðið ovarliga á breddanum, men við góðu gongdini seinastu tíðini, tykist hetta at vera broytt. Fremsta sessin megna teir neyvan at taka áðrenn steðgurin kemur, men tað er av alstórum týdningi, at munurin upp til Brøndby ikki økist, skal møguleikin fyri gullmerkjunum ikki fjarða burtur. Gullmerkini eru tó ikki nøkur treyt hjá liðnum, men heiðursmerki skulu til hjá felagnum, sum tey bæði seinastu árini er endað miðskeiðis í røðini, hóast ætlanirnar vóru til meira enn so. Føroyar fingu frálíkt úrslit Kravið hjá føroyingum undan seinasta umfari varð at vinna minst 3-1 fyri at náa 50%. Teir møttu Sýria og megnaðu eisini kravið, og samanumtikið eitt flott úrslit hjá okkara monnum í Istanbul. Russar vunnu enn einaferð talvolympiaduna, meðan danir fingu besta norðurlendska úrslitið. Talvolympiada Carl Eli Nolsøe Samuelsen Málið hjá føroyingum undan olympiaduni var at náa 50%, og hetta mál eydnaðist. Tað vísti seg gjøgnum alla kappingina, at føroyingar tóku stig frá teimum sterku og vunnu stórt ímóti teimum veiku. Í fjúrtanda seinasta umfari høvdu føroyingar eina heldur veikari talvtjóð yvir av sær, nevnliga Sýria. John Arni Nilssen gjørdi skjótt av við mótstøðumann sín, sum hevði yvir 2400 í rating. Sýrin offraði mann, men misti mann seinni og gavst. Eitt flott talv hjá John Arna sum er við í blaðnum í dag. John Rødgaard hevði svarta fólki og í miðspælinum bjóðaði sýrin Rødgaard javnleik, sum Rødgaard tók av. Heini Olsen vann á triðja borði, meðan Flóvin T. Næs leikti javnleik á fjórða borði. 3-1 og endamálið rokkið. Einstøku úrslitini John Arni Nilssen 6 / 12 John Rødgaard 7 / 12 Heini Olsen 5 / 10 Flóvin T. Næs 5 / 12 Ólavur Simonsen 4,5 / 8 Eyðun Nolsøe .5 / 2 Hesi einstøku úrslit geva tilsamans 28 stig av 56 møguligum, og toppskorarin bleiv John Rødgaard. Fyrsta borð hjá okkum, John Arni bardi seg manniliga upp á 50% eftir eina slaka byrjan. Hann møtti sjálvsagt sterkastu mótstøðuna, men nógvir stórmeistarar máttu taka til takkar við javnleiki. John Arni vaks við uppgávuni, og telvaði sum ein stórmeistari og prógvaði eisini at hann saktans megnar uppgávuna á fysta borði. Hann fekk besta føroyska úrslitið, og varð tætt við ein IM norm. John Arni ognaði sær eisini eini 15-20 ratingstig og nærkast nú 2400. Rødgaard legði út sum eitt ódnarveður við at vinna í fyrsta umfari ímóti stórmeistara, og var sera tryggur í sínari telving alla kappingina. Ímóti endanum var hann møguliga ov tryggur, tók nógvar skjótar javnleikir, men kappingin er long og krevjandi og tí er tað væl skiljandi at ein tekur sær av løttum av og á. Eins og John Arni, fekk Rødgaard eini 20 ratingstig inn á kontina. Triðja borðið hjá okkum, Heini Olsen, hevði eina kapping beint undir miðal. Hann fekk ikki veruliga spælið at hanga saman, men vann tó eitt gott talv í síðsta umfari, sum viðførdi at hann eins og liðið fekk 50%. Heini misti umleið 15 ratingstig. Flóvin Tór Næs hevði eina framúr góða kapping í OL í 98, men ikki eins góða í ár. Hann skifti við at tapa og vinna og vísti eisini við sínum bert tveimum javleikum, at hann er ein kempari. Flóvin er kendur fyri at stríðast til seinasta mann, og júst hesin eginleiki hevur oftani verið til hansara fyrimum. Hann helt sítt ratingtal, og kann tí ikki vera heilt ónøgdir. Ólavur í turkiska sjónvarpið Fýra mans telv í senn, men í tílíkari stórari kapping er neyðugt við eykaleikarum, og hesir vórðu Ólavur Simonsen og Eyðun Nolsøe. Hesin seinni var tó bert at síggja á liðnum um sjúka ráddi á liði okkara, og telvaði tí bert tvey talv. Eyðun var ferðaleiðari og liðleiðari á ferðini. Ólavur bleiv harafturímóti brúktir nógv. Átta talv telvaði hann, og kláraði seg væl. Hann telvaði øðrvísi, tað vil siga at hann ikki telvaði vilt og opið, sum hann plagar, men heldur positionelt og trygt. Hetta loysti seg og fór hann eisini eini 20 ratingstig uppeftir listanum. Ólavur var einasti føroyingur sum kom í turkiska sjónvarpið. Hann hevði litað hárið hjá sær soleiðis at tað líktiskt føroyska flagginum, og hesum fekk hann heilt nógva umtalu av! Endaliga støðan: 1. Russland 38 stig 2. Týskland 37 3. Ungarn 35,5 4. Ukraina 35,5 24. Danmark 32 43. Svøriki 30 46. Finnland 30 54. Norra 29,5 56. Ísland 29 68. Føroyar 28 Íalt luttóku 126 lond. Danir høvdu besta úrslit av norðanlondum, og vórðu teir eitt sindur hepnari lógu teir í topp tíggju. Sum tað sæst á endastøðuni vórðu Føroyar ikki langt aftanfyri grannalondum okkara. Okkara besta úrslit var í 1994 tá OL var í Moskva. Tá fingu vit 29,5 stig, men talv hevur ment seg nógv seinastu árini. Framkomnar teldur og telduforrit gera sítt, so spurningurin er, um ikki úrslitið í ár er okkara besta. Vit vórðu styrkismettir sum nummar 77, men endaðu loksins níggju pláss framanfyri seedingina. Vit endaðu framanfyri lond sum Wales, Meksiko, Suðurafrika og Burma, sum hevði tríggir stórmeistarar á liðnum. Vinnarin av 3rd Tórshavn International, Alexander Grischuk0 telvaði við á vinnandi russiska liðnum. Hann prógvaði sítt virði og fekk heili 7,5 stig av tíggju á fjórða borði. Sjálvt um tað er nærum ómøguligt so fekk Ruslan Ponomariov sum endaði javnir við Grischuk í Havn, eitt betri úrslit á øðrum borði hjá Ukraina. Hann fekk heili 8,5 stig av 11, og eina præstatiónsrating yvir 2800. Hetta má sigast at vera í heimsklassa. Heimliga liðkappingin Liðkappingin heima í Føroyum byrjar sunnudagin 19. november. Kappingin verður merkt av, at størstu feløgini í landinum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag, hava mist nakrir av vanligu fyrstudeildartelvarunum sínum. Í Havnini telva Flóvin Tór Næs og undirritaði ikki við vegna búðstaðarskifti til Danmarkar, men telva hinvegin við Talvfelagnum Føroyar í Keypmannahavn. Eisini Martin Poulsen er burturstaddur, hann er á talveftirskúla í Jútlandi. Mest áhugaverda broytingin er í Klaksvíkar Talvfelag. Landsliðsleikarin Ólavur Simonsen hevur valt at telva við Runavíkar Talvfelag, sum í ár leika í 2. deild. Ólavur fær samsýning fyri at telva við talvfelagnum í Runavík. Talvið hesa vikuna John Arni Nilssen (2346) - Hakki,I (2453) 34th Chess Olympiad (men) Istanbul (14), 12.11.2000 John Johannessen - john@sosialurin.fo Javnt í oddinum Toppurin av donsku superliguni broyttist ikki stórvegis um vikuskiftið Tveir av teimum fýra føroysku landsliðsleikarunum vóru á vøllinum, tá trið seinasta umfarið fyri vetrarsteðgin varð leikt sunnudagin. Sum nevnt aðra staðni í blaðnum, so gjørdi Todi Jónsson rættiliga um seg, tá FCK á heimavølli fekk annað stigið móti Silkeborg. FCK var á odda 1-0, men Silkeborg, sum enn ikki hevur tapt á útivølli, kom fram um 2-1, áðrenn Todi við einum sonnum perlumáli bjargaði øðrum stiginum til FCK. OB upp og Johan úti Hjá OB, har Johan Byrial Hansen spælir, gongst væl í løtuni, tó at teir vóru hepnir at fáa bæði stigini móti AB. Johan kom ikki á vøllin, og hóast hann helst frøist um framgongdina hjá liðfeløgunum, so man tað kennast heldur hugstoytandi, at henda er komin, samstundis sum hann sjálvur tykist hava fingið fast pláss á beinkinum hjá fjónbúgvunum. Í AGF er Óli Johannesen nú heilt úti í kuldanum, og heldur ikki í botndystinum móti Herfølge var hann at síggja á vøllinum. Jákup Mikkelsen vardi málið hjá Herfølge, sum fekk eitt kærkomið stig móti AGF, sum annars hevur vunnið seinastu tríggjar dystirnar. Tað var merkisvert, at Peter Degn, sum AGF hevur leigað úr Everton, stóð fyri báðum málunum í dystinum. Fyrst var hann hægstur, og stútaði bóltin fram við Jákupi Mikkelsen, og í seinna hálvleiki stútaði hann eitt klokkureint sjálvmál í netið. Við eina stiginum nærkaðist Herfølge røttu síðuni av niðurflytingarstrikuni, men enn kunnu teir so langt ífrá kenna seg tryggar. Komandi vikuskifti skal Herfølge á heimavølli royna seg móti sterku uppflytarunum úr FCM. OB fer á vitjan hjá botnliðnum úr FCM, meðan FCK á útivølli skal royna seg móti AB. StÍF-Tjaldur 31-29 (16-17) Tjaldur er farið at bíta frá sær Runavíkingar eru sum hamskiftir, nú teir eru farnir at taka hondbóltin í álvara, og sunnudagin var um reppið, at teir koppaðu strandingum Hondbóltur Jákup Mørk Tað eru ikki smávegis broytingar, sum seinastu tvær vikurnar hava eyðkent hondbóltsavrikini hjá runavíkingum. Fyrstu umførini av landskappingini var annars líkt til, at Tjaldur í ár bert skuldi taka til takkar við leiklutirnum sum >>prügelknabe<< hjá hinum liðunum, og ferð eftir ferð vórðu teir sendir av vøllinum við stórtapi. Áhugin øktur Broytingin byrjaði, tá teir fyri tveimum vikum síðani hittu Neistan. Gaman í varð tá aftur talan um greitt tap, men so leingi orkan var til staðar, bitu tjaldursmenninir frá sær í tí dystinum. Høvuðsorsøkin var sjálvandi, at teir nú høvdu tveir útlendskar leikarar við í hópinum, og síðani hevur gingið framá. Fyri viku síðani fekk KÍF av at vita í Runavík, og eftir tann dystin vóru boðini, at nú fór tað at gerast stuttligari í Runavíkini. Í øllum førum hvat hondbóltinum viðvíkti. Mistu í seinastu løtu Hetta sást eisini aftur, tá liðið sunnudagin fór vestur um Skálafjørðin at spæla. Høllin var at kall stúgvandi full, og tað vóru so sanniliga ikki bert áskoðarar hjá heimaliðnum, sum gjørdu um seg. Áskoðararnir fingu eisini ein sera spennandi dyst, har Tjaldur rættiliga vísti, at áðurnevndi leikluturin tykist vera søga á hesum sinni. StÍF fekk væntaða sigurin, men tað var við bit og slit, at hesin kom til høldar. Ikki fyrr enn um miðjan seinna hálvleik eydnaðist heimaliðnum at leggja seg framum. Talan var um ein ógvuligan javnan dyst. Dómararnir løgdu frá byrjan eina harða linju, so talan varð um nógvar útvísingar, men talan varð ongantíð um óreint spæl, sgiur Arnfinn Langgaard, sum aftur í ár partur av Tjaldurs liðnum. Eg haldi ikki, at nøkur av verjunum stóð ser serliga væl, men hinvegin riggaði álopsparturin hjá báðum liðum sera væl til tíðir. Hjá okkum kemst tað kanska mest av, at vit ikki enn eru samanspældir, men tað er so nakað, sum vit mugu arbeiða við, sigur Arnfinn. Um hetta við verjuspælinum sigur hann annars, at teir hjá Tjaldrinum royndu allar snildir fyri at fáa hetta at rigga. Vit royndu okkum bæðí við 6-0 og 5-1, og eisini við at mansverja bæði ein og tveir leikarar, men tað var alt tað sama. Ananrs iðraði hann seg sjálvandi um, at tað ikki eydnaðist gestunum at fáa sigurin við sær heim aftur, tá teir høvdu fylgt við strandingum so leingi. Hann vísir í hesum sambandi á, at teir komu upp á 29-29 tveir minuttir fyri leiklok, men at teir so ikki fingu gjørt meira við strandinguarnar. Hvussu langt ber framgongdin Úrslitiði boðar um ikki annað frá, at Tjaldur als ikki longur er nakað, sum bara skal takast sum avgreiðsluspurningur. Sjálvur dylir Arnfinn heldur ikki fyri, at nógv er batnað, men hinvegin er hann sera spentur um, hvussu langt framgongdin fer at bera. Tá nýggju menninir komu, byrjaðu vit so at siga frá null, so framgongdin hevur sjálvandi verið sera stór fyrstu tíðina. Tað, sum eg eri mest spentur um, er, hvussu leingi framgongdin fer at standa við. Tað er jú ikki fyrr enn tá, at vit veruliga síggja, hvør dugur er í okkum. Tá vit at enda spurdu hann, um Tjaldur nú er farið at líta longu upp á stigatalvuna, er svarið eisini játtandi, tó at tað kanska ikki er heilt so avgjørt. Vit miðja ímóti at fáa eina plasering í miðjuni, men tað verður sjálvandi torført. Tað tykist í hvussu so er, sum um øll liðini undantikið VÍF kunnu taka stig frá hvørjum øðrum. Vit hava tó ikki sett okkum nakað mál um nakra ávísa plasering. Tá árið byrjaði, tosaðu vit fyrst og fremst um at sleppa undan niðurflyting, og hetta er so avgjørt framvegis tað týdningarmesta hjá okkum, sigur Arnfinn at enda. Dysturin í tølum Málskjúttar: StÍF: Artur Johansen 13(7), Costin Dumitrescu 7(1), Alexandur Johansen 4, Adre Danielsen 2, Marius Joensen 2, Pauli Hansen 2, Pauli Poulsen 1 Tjaldur: Arnfinn Langgaard 6, Zoran Savicevic 6(5), Jens Martin Knudsen 5, Sverri Justinussen 5, Mortan Hansen 4, Svein í Heiðunum 3 Bortskøst: StÍF 9, Tjaldur 6 Útvísingar: StÍF 5, Tjaldur 6 Diskvalifikatión: Tjaldur 1 (3x2 minuttir) John Johannessen - john@sosialurin.fo Sóljan-VÍF 18-42 (9-19) VÍF ikki at steðga Sigursrøðin hjá vestmannakvinnunum heldur áfram, og fríggjadagin var tað Sóljan, sum mátti leggja rygg til stórtap Hondbóltur Jákup Mørk Í løtuni er einki, sum bendir á, at VÍF ikki skal standa ovast, tá heiðursmerkini fyri hondbóltsárið verða býtt einaferð til várs. Vestmannagenturnar ferðast bara frá sigri til sigur, og ikki nóg mikið við tí. Í flestu førunum verða mótstøðuliðini rætt og slætt avhølvaðið. Mótáopini Fríggjadagin leiktu tær framskundaðan dyst móti Sóljuni, og her var so einki at tosa um. Munurin á liðunum var beinan vegin sjónskur, og nakran spenning var ongan tíð talan um. Sum skilst úr Vágunum, so stóri sigurin hjá VÍF serliga grundaður á vælvirkandi kontraspælið. Nýggi málverjin hevur áður víst, at hon dugir sera væl at seta mótálop ígongd, og hetta prógvaði hon enn eina ferð fríggjadagin. Væl fyri Einasti spurningurin tykist í løtuni at vera, um VÍF megnar at halda áfram við sigursgongini. Higertil eru tær bert snávaðar eina ferð, tá tær spældu javnleik í Klaksvík, men hinvegin hevur Stjørnan eisini bert mist hetta eina stigið. Síðani tá hevur Stjørnan tó nógv mist annað enn stig, tí í løtuni eru tvær av týdningarmestu spælarunum uttan fyri við skaða. Sostatt tykist VÍF í løtuni at vera betri fyri enn Stjørnan, men møguliga eru klaksvíksgenturnar ikki einasta liðið, sum VÍF skal vara seg fyri, men komandi vikan fer helst at vísa, um so er. Tá skal VÍF fyrst royna seg móti Neistanum á útivølli, áðrenn VB um vikuskiftið kemur á vitjan. Vinnur VÍF hendan dystin, tykist talan bert at vera um kapprenning við Stjørnuna. Enn er tó lítið fráliðið í kappingarárinum, so kanska er ov tíðliga at taka nakra støðu í so máta, men ábendingarnar tykjast í øllum førum greiðar. Vestmannagenturnar ætla sær fram í oddin. Dysturin í tølum Málskjúttar: Sóljan: Simona Dziugyte 8(1), Hertha Simonsen 6, Sólja Nielsen 2, Joan Haraldsen 1, Jóhanna í Horni 1 VÍF: Ioana Rápa 11(3), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 9, Sóleyð Mikkelsen 9(6), Fríða Marjunardóttir 5, Nicoleta Radu 3, Randi Kúrberg 2, Manuela Stan 1, Alice Høghamar 1, Johanna Høgnesen 1 Brotskøst: Sóljan 2, VÍF 9 Útvísingar: Sóljan 2, VÍF 3 Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen John Johannessen - john@sosialurin.fo 27-22 (16-12) Endiliga vann KÍF Uttan at talan nakran tíð var um tað stóra leikliga upplivilsi, so megnaði KÍF sunnudagin at fáa fyrsta sigurin hetta kappingarárið Hondbóltur Jákup Mørk Hóast mong høvdu roknað við, at hetta kappingarárið kanska fór at roynast heldur lættari hjá kollfirðingum, so hevur veruleikin verið ein annar. Fyrra helvt av grundspælinum kastaði bert eittans stig av sær, og so kundi tað gera tað sama, at tað í fleiri dystum var líka við og næstan. Sunnudagin bragdaði tó endiliga í hjá kollfirðingunum, tá verandi meistararnir úr Neistanum vóru á vitjan. Rótut spæl Hóast tað, tá saman um kom, ikki var nakað ivamál um, hvør rætti vinnari var, so var talan ongantíð um nakran væl leiktan dyst sunnudagin. Spælið var meginpartin av tíðini ógvuliga rótut. Roynt varð í fleiri førum at seta ferðina hægri enn førleikin var til, og úrslitið varð eisini hareftir. Nógvir tekniskir feilir, rótan og troðkan mitt fyri og fáar veruligar fríspælingar. Einasti glottin í so máta mundi vera Jacob Jónsson hjá Neistanum, men einsamallur, sum hann var, kundi hann ikki vinna dystin. Óla Christian var munurin Liðini bæði fylgdust fram til tað restaðu einir fimm minuttir av fyrra hálvleiki, tá KÍF fekk slitið seg rættiliga leyst. Høvuðsorsøkin til, at hetta brádliga eydnaðist, stóð í málinum. Óla Christian Djurhuus telist longu millum álitini hjá landsliðsvenjaranum, og sunnudagin gav hann aftur prógv um, hví so er. Fleiri ferðir í fyrra hálvleiki, men serliga seinastu løtuna, megnaði hann at verja fyri, tá neistaleikarir komu einsamallir ígjøgnum, og tá heimaliðið so fekk mál í mótálopunum, fór brádliga at bragda hjá teimum. Jacob púra einsamallur Kollfirðingarnir høvdu sostatt eina hampuliga leiðslu, tá farið varð út til seinna hálvleik, so hjá teimum ráddi nú bert um at halda fast um hesa. Uppskriftin til hetta, skuldi tað vísa seg, var eisini sera, sera einføld. Steðga Jacob Jónsson, so er Neistin steðgaður tóktist setningurin at vera. Sum áður nevnt, so mundi Jacob vera einasti leikarin, sum tað veruliga glógvaði í, og so hvørt, sum dysturin leið, gjørdist hetta alsamt meira sjónligt. Av teimum 10 málunum, sum Neistin fekk í seinna, skeyt íslendingurin ikki færri enn sjey, og tað man ikki vera langt av leið, at hann átti næst seinastu hondina á einum tveium av hinum. Eina løtu hótti hann eisini við at taka KÍF leiðsluna aftur einsamallur, men tá hann so varð mansvardur seinasta triðjingin av hálvleikinum, var at kall leyst og liðugt hjá kollfirðingunum. Liðavrik tryggjaði sigurin Var talan hjá Neistanum um einmansavriki, sum at enda gjørdist og stutt, so var talan hinvegin um liðavrik hjá kollfirðingum. Alla tíðina bakkaðu menn hvønn annan upp, allir stríddust fyri eini felags søk, og eftir dystin mundi fagnaðurin eisini vera stórur um, at stríðið endiliga bar ávøkst. Tað vóru tó tveir leikarar, sum skaraðu framúr hjá heimaliðnum. Óla Christian var, sum áður nevnt, høvuðsmaðurin, tá KÍF togaði seg leyst í fyrra hálvleiki, og annars sýndi leikandi venjarin, Durica Tomic, at hann avgjørt vildi verið ein styrkur hjá einhvørjum fyrstu deildar liðið í landinum. Kanska var tað serliga stuttligt at síggja, hvussu hegnisliga og at síggja til lætt, bólturin kann leggjast í netið, tá skotið verður. Til tíðir sá tað nærum stuttligt út, tí bólturin varð hvørja ferð skotin við høgra stólpa, og hvørja ferð fór málverjin skeivur, í teirri trúgv, at skotið fór at koma hinumegin. Neistin í kreppu Samanumtikið kann ikki ein fingur setast á, at tað gjørdust kollfirðingar, sum fóru av stað við sigrinum. Avrikið í síni heild var betri, og umframt at senda eina ávaring til hini liðini í deildini, man tað ivaleyst eisini kennast fløvandi hjá teimum, at teir nú endiliga fingu løn fyri stríðið. Ein fløvi, sum ivaleyst fer at betra um sjálvsálitið og gera liðið enn meira vandamikið komandi dystirnar. Hjá Neistanum stendur hinvegin alt annað enn væl til. At meta eftir avrikinum sunnudagin er talan bart sagt um kreppu. Hvørki álop ella verja hanga væl saman, og tá roynt verður, er hetta aloftast í sjálvdrátti, tí eingin møguleiki tykist vera at spæla nakran upp til skot. Neyvan var tað nakar, sum væntaði, at talan skuldi gerast um framhald av sigursgongdini frá í fjør. Til tess hevur missurin av týðandi leikarum verið ov stórur. Hinvegin varð tó framvegis roknað við, at liðið skuldi tosa við, tá heiðursmerki skulu býtast, men sum støðan er í løtuni, verður hetta so avgjørt av ongum. Dysturin í tølum Málskjúttar: KÍF: Durica Tomic 8(3), Jákup Dam 6, Vagnur Johannesen 5, Eddie Joensen 5, Kristjan Madsen 2, Petur Martin Johansen 1 Neistin: Jacob Jónsson 10(3), Ragnar Zachariasen 4, Ræni Slættanes 3, Áki Mørk 2, Ári Rouch 1, Kári Mortensen 1, Jákup Sverri Kass 1 Brotskøst: KÍF 5, Neistin 4 Útvísingar: KÍF 3, Neistin 1 Dómarar úr H71: Kristian Martin Skála og Petur S. Dahl. Í einum rótutum dysti eydnaðist teimum hampuliga væl at halda spælinum ígongd. Onkuntíð kundi talan kanska verið um strangari døming, tá togaríið gjørdist ov nógv, men samanumtikið mundi alt tó vera á eini góðari leið. John Johannessen - john@sosialurin.fo Tað var John Fleiri føroyskir hyggjarar mundu fáa ein hvøkk, tá teir sunnudagin hugdu at sendingini, Onside, hjá TV3. Meðan teir vístu eina samrøðu við AB-leikaran, Steven Lüstu, sást brádliga eitt kent andlit á venjingarvøllinum aftan fyri. Flest øll vóru á einnum máli um, at talan var um John Petersen, og so var eisini. Tá vit sunnukvøldið skiftu orð við John um hetta, váttaði hann smílandi, at so var, men samstundis segði hann, at hann als ikki er ávegis til danska felagið. Upptøkan er gjørd, meðan eg fyri stuttum var og ferðaðist. Jákup í Stórustovu hevði í hesum sambandi spurt seg fyri, um tað ar gjørligt, at eg slapp at venja saman við AB, og hesum játtaðu teir. Talan var sostatt ikki um nakra royndarvenjing, og tað hevði eg heldur ikki havt loyvi til, leggur John afturat. Hann vísir á, at hann framvegis er sáttmálabundin at Leiftri, og um nakað felag skuldi verið áhugað í at keypa hann, skulu teir fyrst seta seg í samband við felagið. John Johannessen - john@sosialurin.fo Fleyr - TB 3 - 2 (21-25, 25-22, 25-9, 21-25, 15-7) 3. sigur á rað Eftir eina ræðuliga byrjan, hava Fleyr-kvinnurnar av álvara fingið góðan byrð, og leygardagin vórðu tað ungu TB-kvinnurnar, sum gjørdust offur fyri hesum Flogbóltur Fleyr hevur rættiliga fingið gongd á spælið. Nú kappingin er komin í helvt í fyrru hálvu, hevur Fleyr togað seg fram á 3. pláss. Tað sá annars svart út eftir tvey tey fyrstu umførini, men nú hevur liðið vunnið tríggjar dystur á rað. Fleyr skuldi hevna TB ósigurin í Trongisvági. Tað sá annars einki út, tí TB vann 1. sett. Grundspælið hjá TB er gott. Tær taka rættiliga væl ímóti, og fáa nógvar bóltar aftur í spæl, men sjálvt álopið hjá teimum er heldur tunt. Fleyr hevði allan dystin tey betru og harðaru álopini, men TB vardi seg væl og tær megnaðu við góðum lobbum og annars tryggum spæli at halda lív í dystinum. Fleyr hevur serliga tvær álopshóttanir. Tær eru Miriam á miðjuni og Andrea á kantinum. Andrea var í hesum dystinum besti leikari, og hon var støðug hóttan og vann nógv álop. Sum dystinum leið gjørdist hon meira og meira avgerandi fyri úrslitið. Unga TB-liðið var við alla tíðina og tær megnaðu at vinna 4. sett, eftir at tær høvdu tapt 3. sett so ruddiliga. Tað er væl klárað at koma inn aftur í ein dyst, eftir at hava tapt settið undan 25-9! Uppskriftin var alla tíðina tann sama. Einfalt og trygt spæl. Maktaðu ikki meira Dysturin skuldi nú avgerast, men beinanvegin var greitt, at Fleyr var betur fyri. TB hevði brúkt allar kreftirnar í 4. setti, og nú var einki eftir. Fleyr vann trygt, tí tær høvdu fleiri álopsmøguleikar, og ikki minst tí dysturin var í Gundadalshøllini. Kanska TB hevði havt funnið eyka kreftir, um dysturin varð spældur í Trongisvági, men samanumtikið var Fleyr betra liðið henda dagin. John Johannessen - john@sosialurin.fo Dráttur - Mjølnir 3 - 1 (5-20, 25-23, 22-25, 25-23) Fyrstu ferð í 4 ár Dráttur vann týdningarmikla oddadystin móti Mjølni, so nú er aftur fullkomliga javnt í oddinum í bestu føroysku kvinnudeildini í flogbólti Flogbóltur Tað er sagt fyrr. Kappingin um gullið fer at standa millum Mjølnir og Drátt. Sum er, eru hesi bæði liðini betur fyri og hava sterkari manning enn hini. At Mjølnir er í toppinum er sjálvsagt. Tað eru tær altíð, men í ár sær út til, at tað verður heldur torførari enn vanligt at vinna gullið. Dráttur hevur viðrák Í Drátti hevur framgongd verið seinastu árini. Landskappingin seinasta kappingarár gekk rættiliga væl, og liðið spældi seg í steypafinaluna, men har taptu tær tó fyri Mjølni. Í felagnum hevur verið arbeitt nógv fyri at fáa fíggjarligu karmarnar soleiðis, at venjari fekst til hetta kappingarárið, og tað eydnaðist. Úrslitini eru komin við venjaranum, og áhugin millum manna í Vágunum er nú eisini komin. Einir 100 áskoðarar vóru í høllini á Giljanesi og hugdu at hesum dystinum, og lagið var sera gott. Teir fingu undirhald, tí dysturin var ein sannur "gysari". Mjølnir góða byrjan Mjølnir kom framum í øllum settunum. Ágangandi servur og hart álopsspæl syrgdu fyri tí, men Dráttur kom so líðandi fyri seg og vann leiðsluna inn aftur. Í fyrsta settinum var Mjølnir frammanfyri til miðskeiðis í settinum. Liðini togaðust nú eina løtu, men fjølbroytt álopsspæl frá Drátti og nakrar villur hjá Mjølni avgjørdu hetta settið. 5 stig vóru á muni, og tað var tað mesta í dystinum. Í 2. setti var gongdin tann sama, men nú helt Mjølnir longur á. Tær vóru frammanfyri 23-21, og tá plagar Mjølnir at vinna. Tað var kanska eisini tað sum var trupulleikin. Kvinnurnar í Mjølni eru so vanar at vinna, at mótstøða sum í hesum dystinum er óvanlig. Dráttur megnaði at vinna hetta settið eisini, so nú lá bara heilt væl fyri. Sum í Klaksvík Í dystinum í Klaksvík millum hesi liðini, var støðan tann sama. Dráttur var frammanfyri 2-0, men so tók Mjølnir yvir. Tað sama var í hesum dystinum. Við Marjun Kalsø á odda, sum hevur hevað á liðnum í nógv ár, bardi Mjølnir seg inn aftur í dystin. Margit Joensen spældi á kantinum, og hon var besta álopið hjá Mjølni. Serliga smashini beint oman eftir linjuni eydnaðust væl. Tina Jacobsen, sum spælir á miðjuni hevur havt skaða, og hon var als ikki so sjónlig, sum hon plagar. Tí gekk nógv spæl ígjøgnum kantsmashararnar. 3. settið var eins og hini sera javnt, men nú eydnaðist Mjølni at vera frammanfyri allan vegin upp í 25. Spennandi endi Fjáltur var nú um at koma á Drátt og áskoðararnar í høllini. Skuldi tað heldur ikki eydnast ídag? Dráttur hevði ikki vunnið landskappingardyst ímóti Mjølni í 4 ár, so tapið lá og lúrdi. Hetta settið var tí merkt av fjáltri frá báðum síðum. Í øllum dystinum høvdu kvinnurnar í Mjølni gjørt fleiri mistøk enn tær plaga. Smash fóru útum og í netið, og eisini nógvar servur vóru misnýttar. Hetta settið var einki undantak í so máta, men tó var Mjølnir frammanfyri 23-21 fyri aðru ferð í dystinum. Dráttur vann servuna, og 19 ára gamla Sólgerð Henriksen fór aftur at serva. Hon spælir á miðjuni, og hevði í dystinum staðið seg væl. Hon avgjørdi dystin við 4 sera góðum servum, sum kvinnurnar í Mjølni ikki fingu nóg væl fram til hevaran til at rættiligt álop fekst í lag. Sjálvandi var rómurin á spælarunum og á áskoðarunum í høllini stórur. Dráttur tók týðandi stig í landskappingini, og framtíðin sær ljós út. Gerda Nattestad, sum var ein at stuðlunum seinasta kappingarár fer nú at spæla við aftur, eftir at hon hevur verið burturstødd. Tað fer at styrkja um liðið enn meira. Mjølnir tapti henda dystin, men tað er eingin ólukka. Tað er bara spennandi hjá okkum sum fylgja við flogbólti, at Mjølnir fær kapping, og tað hava tær helst einki ímóti sjálvar. Dryppar eisini á starvsfólkini Tað eru ikki bert virkisánararnir, sum fáa ágóðan av øktu nýtsluni í samfelagnum. Eisini á starvsfólkasíðuni merkist hetta Roknskapir Sum tað framgongur aðrastaðni í blaðnum, so sýnir Rokskaparanalysan 2000 hjá KPMG, at bæði søla og vinningur hjá føroyskum fyritøkum stendur í vøkstri. Umframt at hetta sjálvsagt er ein góð støða hjá virkiseigarunum, so sæst hetta eisini aftur í samfelagnum sum heild. Lønarútgjaldingarnar hjá teimum 52 virkjunum, sum analysan umfatar, eru í 1999 øktar við 16% í mun til 1998. Í mun til 1995 er talan um eina øking upp á 65%. Økingin stavar bæði frá einum øktum starvsfólkatali, og øktari læn fyri hvørt starvsfólki sær. Talið av starvsfólkum er í mun til 1998 økt við 8%, og í mun til '95 við 42%. Samstundis er lønarútgjaldingin pr. starvsfólk økt við 8% í mun til 1998 og við góðum 15% í mun til 1995. Skulu sjálv rinda pensjónina Landsstýrið arbeiðir við einum uppskoti um eina nýggja pensjónskipan, sum arbeiðstakarin sjálvur skal rinda. Afturfyri fáa tey lágløntu skattalætta Stendur tað til landsstýrið, kemur ein nýgg pensjónsskipan í gildi 1. januar. Talan verður um eina sokallaða arbeiðsmarknaðarpensjón, ið inniber, at allir arbeiðstakarar gjalda tvey prosent av lønini í skipanina. Aftur fyri fáa arbeiðstakararnir eitt javnt útgjald svarandi til tað, teir hava goldið inn í hana, tá teir eru vorðnir pensjónistar. Uppskotið hjá landsstýrinum inniheldur eisini ein skattalætta til tey lægst løntu. Hesin skattalætti verður hægri enn tey tvey prosentini, sum arbeiðstakarin rindar inn í skipanina. Tískil koma tey lágløntu at merkja ein fyrimun av skipanini beinan vegin, hon kemur í gildi. Ikki liðug Hendan nýggja skipanin var fyri á landsstýrisfundi mánadagin, men hon er ikki heilt liðug enn. Í gjár skuldu embætisfólk í Fíggjarmálastýrinum gera neyvar útrokningar til uppskotið. Men teldukervið í Fíggjarmálastýrinum var í ólagi til á middegi, tí bar ikki til at fáa neyvar upplýsingar um, hvussu skattalættin verður skipaður og hvørjar upphæddir talan verður um. Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur tó, at hann roknar við, at ein persónur, sum vinnur 250.000 krónur, kemur orsakað av skattalættanum at hava tað sama eftir, sum hann hevur havt higartil, tá hann hevur rindað tey tvey prosentini í pensjónsskipanina. Skattalættin inniber, at botnfrádrátturin hækkar. Men fyri at hetta ikki skal vera til størstan fyrimun fyri tey, ið vinna nógv, ætlar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at broyta stigan í botfrádráttinum. Endamálið hjá okkum er, at tey lægt løntu skulu fáa mest burturúr, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hvussu stigin í botnfrádráttinum verður broyttur, veit Karsten Hansen heldur ikki at siga nágreiniliga, orsakað av, at teldukervið í Fíggjarmálastýrinum hevur verið í ólagi. Fólkapensjónin burtur Karsten Hansen sigur, at fólkapensjónin kemur at lúta fyri nýggju pensjónsskipanini, tá hon er komin at virka. Talið av pensjónistum veksur so skjótt, at vit skjótt ikki hava ráð til at rinda teimum øllum fólkapensjón yvir skattin. Tí er tað umráðandi, at vit finna hóskandi skipan, sum vit kunnu fáa í staðin, sigur Karsten Hansen. Fólkapensjónin verður kortini ikki heilt burtur. Landsstýrið ætlar nevniliga, at fólkapensjónin skal vera ein veiting fyri tey, sum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum og tey, sum hava vunnið so lítið á arbeiðsmarknaðinum, at pensjónsuppsparingin ikki er vorðin nóg stór til at kunna liva av. Á henda hátt heldur landsstýrið, at tað tryggjar samhaldsfestið í skipanini. Um arbeiðsgevararnir ella arbeiðstakararnir eru teir, sum skulu rinda inn í skipanina, metir landsstýrið vera ein samráðingarspurning til komandi lønarsamráðingar. Landsstýrið ætlar, at nýggja skipanin skal koma í gildi 1. januar. Men enn er landsstýrið ikki heilt liðugt við skipanina, millum annað vantar at ráðføra seg við fakfeløgini. Vinnulívið blomstrar Grannskoðanarfyritøkan, KPMG, hevur júast lati úr hondum eitt yvirlit fyri part av føroyska vinnulívinum. Yvirøvur er gongdin fyri vinnuna positiv Roknskapir Framgongdin í føroyska búskapinum tykist at ganga fram á við fullari ferð. Grannskoðanarfyritøkan, KPMG, hevur í hesum døgum latið úr hondum Roknskparanalysuna 2000, og sæð yvir ein kamb er einki at fara skeivur av. Nýtslan í føroyska samfelagnum økist støðugt, og viðførir hetta alsamt størri virksemi hjá privatu vinnuni. Økt søla og vinningur Til lat meta um gongdina, hevur KPMG sett upp fleiri sonevnd lyklatøl. Hetta eru tøl, sum á ymsar hættir gera tað lælttari hjá roknskaparlesaranum at taka støðu til, hvussu væl fyritøkurnar eru fyri. Einasta lyklatalið, sum ikki er økt í mun til 1998 er gjaldførislutfalli. T.v.s. hvussu nógva lætt umsetiliga ogn felagið eigur í mun til tað skuld, sum fellur til gjaldingar innan eitt ár. Her er ein minking, sum í stóran mun stavar frá økta virkseminum, eins nýíløgur hjá virkjunum eru fíggjaðar við gjaldførinum, heldur enn við lántøku. Hóast gjaldførislutfallið er minkað, er hetta tó væl og virðiliga á einum støði, sum má metast sum nøktandi. Øll hini lyklatølini, sum nýtt verða í analysuni eru betri í 1999, enn tey vóru í 1998. Nettosølan hjá virkjunum øktist góð 16%, og umframt hesa øking, kastaði raksturin eisini lutfalsliga meira av sær til virkini. Nakað sum aftur viðførir eina økt avkast upp á bæði samlaðu ognir felagsins og eginognina. Góð renta, men einki innskot Serliga áhugavert tykist tað vera, at avkastið av eginognini framvegis er í vøkstri. Tað er jú av alstórum týdningi fyri møguligar innkjótarar, at avkastið upp á íløguna er so gott sum gjørlgt. Roknskparanalysan sýnir, at eginpeningsavkastið í 1999 var 10,3%. Tað vil siga, at ikki bara er avkastið omanfyri innlánsrentuna hjá peningastovnunum, men eisini omanfyri rentuna av eitt nú donskum lánsbrøvum við statsgarantii. Avkastið til partaeigararnar er tó í løtuni ikki tað heilt stóra. Í mun til eginpeningin við ársbyrjan, vórðu bert 0,8% av virðinum útgoldin sum vinningsbýti. Hetta kemst tó helst eisini av, at fyri fleiri føroyskar fyritøkur er enn galdandi, at tey í fyrstu atløgu skulu konsolidera felagið. Harumframt eru fleiri av fyritøkunum sonevndar familjufyritøkur, og her sæst ein betraður rakstur ofta aftur í hægri lønum til starvsfólkini. Tað er tó merkisvert, at hóast útlitini fyri góðum avkasti av íløgum í føroyskt vinnulív, so hevur einki av teimum feløgum, sum analysan fevnir um, økt partapeningin í roknskaparárinum. Bjørt útlit Umframt at roknskaparanalysan sýnir ein betraðan rakstur og eitt betra avkast hjá vinnuni, so er eisini fleiri lutir, sum benda á eitt økt bjartskygni fyri komandi tíðina. Íløgurnar, sæð í mun til starvsfólkatalið, øktust við knappari helvt, eins og goymslurnar av vørum øktust við 18%. Grundarlag Roknaksparanalysan fevnir um tann partin av føroyskum vinnulívið, sum ikki er beinleiðis tengt at fiskivinnu, fíggjarvinnu, tryggingarvirksemi, millumlanda flutningsvinnu ela oljuvinnu. Analysan byggir á roknskapir, grannskoðaðir av KPMG, hjá virkjum við einari nettosølu omanfyri 1 mió.kr. Innan umrøddu vinnuøki umboða feløgini 15% av føroyska virkseminum, mett eftir lønarútgjaldingum, og kann tí metast at vera umboðandi fyri føroyska vinnulívið sum heild. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Dagtilhaldið í Rók er opið Í einum sethúsum í Rókini í Saltnesi heldur Dagtilhaldið í Rók til. Dagtilhaldið er fyri børn við serligum tørvi, sum annars ikki hava stovnspláss. Hósdagin verður húsið opið fyri almenninginum millum klokkan 14 og 17 seinnapartin Sosialmál Saltnes: Í Dagtilhaldinum í Rókini eru átta børn við serligum tørvi dagliga savnað. Sjey teirra eru børn undir skúlaaldur, sum annars ikki hava pláss á nøkrum dagstovni, meðan eitt barn kemur í húsið eftir skúlatíð. Starvsfólkini í húsinum eru persónligir stuðlar hjá børnunum. Nes- og Runavíkar Kommuna bera kostnaðin, men eingin daglig leiðsla er í húsinum. Og tað er ein vansi, siga stuðlarnir. Hósdagin frá klokkan 14.00 til klokkan 17.00 seinnapartin verður opið hús í Rókini, har øll, sum vilja, eru vælkomin inn á gólvið, siga stuðlar og foreldur at børnunum, sum koma í Dagtilhaldið í Rók. Runavíkar- og Nes Kommunur hava í felag latið upp tilhald fyri børn við serligum tørvi. Talan er brekað um børn, alt frá spastikarum til børn, sum onga diagnosu hava fingið setta, men sum hava tørv á ansing alt samdøgurið. Vanligt hevur verið, at hesi børnini hava verið ansað heima av einum persónligum stuðulsfólki. Tað verið seg í heiminum hjá barninum ella viðhvørt eisini heima hjá stuðulsfólkinum. Skipanin hevur havt við sær, at fólkini, bæði tann ansaði og stuðulin, hava verið rættiliga einsamøll. Tí er ynski komið um at fáa eitt stað, har fleiri fólk eru savnað allan dagin. Og tað hevur avgjørt nógvar fyrimunir við sær, siga stuðlarnir, sum dagliga koma í Dagtilhaldið í Rók, sum staðið verður nevnt. Tað er soleiðis, at børnunum tørvar hjálpitól til dagligu tilveruna. Tólini eru ikki altíð líka løtt at fá hendur á. Men av tí, at børnini savnast í sama húsi, ber til at nýta og fáa gleði av hjálpitólunum hjá hvørjum øðrum, ta tíðina, tey annars standa óbrúkt. Ein annar avgjørdur fyrimunur við at vera í sama húsi er, at nú ber til hjá fysioterapeuti og ergoterapeuti at geva viðgerðir sínar á staðnum, har børnini eru. Fyrr var tað soleiðis, at tá børnini, sum hava stóran tørv á millum øðrum fysioterapi, skuldu til viðgerðar, skuldu tey flytast heiman. Tað kundi í fleiri førum vera heldur trupult, tí børnini eru likamliga illa fyri. Tað tekur langa tíð at lata tey í og úr. Tey skulu flytast við bili og har fáast bæði í og úr. Viðgerðin tekur ikki so øgiliga langa tíð, og so sama túrin umaftur. Tað møðir tey, og slítur sjálvandi eisini. Við hesi skipanini í Dagtilhaldinum, kemur terapeuturin til børnini heldur enn øvugt. Tað ger alt nógv lættari hjá teimum. Stuðlarnir hjá børnunum, sum eru í dagtilhaldinum siga, at rammurnar um tilhaldið eru sera góðar. Kommunurnar hava í felag leigað eini sethús í Saltnesi, sum í síni tíð eru gjørd júst til eitt brekað barn. Ongar gáttir eru at fara um. Hurðarnar eru breiðar, og lyft er í kjallaran umframt annað, sum tøvur er á. Einasta, sum eftir er at ynskja, er betri tilkoyring og parkeringsmøguleikar uttanfyri. Støðan hjá børnunum ger, at tey mugu flytast við bili, og húsið liggur niðan fyri vegin. Tað ger so aftur, at trupult kann fara at verða at koma til í hálku. Ein annar, og heldur ikki minni trupulleiki er, at eingin føst leiðsla er í húsinum. Sum støðan er nú, siga stuðlarnir, eru tað bara tey sjálv, sum skipa fyri. Samstundis sum tey eisini skulu brúka fulla tíð at ansa børnunum. Hevði ein skipað leiðsla verið fyri húsið, hevði borið enn betri til at fingið tað optimala burtur úr teimum sera góðu umstøðunum, sum húsið gevur. Eitt nú so einfaldum tingum sum at syrgt fyri at samskipa avtalur. Gjørt vaktarskipanir fyri starvsfólkini, um eitt nú vikuskiftisvaktir skuldu verið o.s.fr. Tað er soleiðis, siga tey, at foreldrini at børnunum eisini hava brúk fyri umlætting viðhvørt. Til dømis okkurt vikuskifti, kundi húsið saktans verið opið. Men tað krevur meira skipað viðurskifti, enn tey eru júst nú. Sum er, er støðan tann, at kommunurnar hava latið húsið, men Almanna- og Heilsumálastýrið hevur yvirornaðu ábyrgdina av rakstrinum. Verkætlanin er bara ein royndarskipan, sum tey longu nú kunnu siga, riggar væl. Men tað krevur skipað viðurskifti, sum tey, ið eru stuðlar hjá børnunum ikki hava ávirkan á. Sosialurin hevur sett seg í samband við Almanna- og Heilsumálastýrið fyri at frætta, hvussu landið liggur. Men viðkomandi, sum umsitir málið var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar. Væntandi verður meira at frætta um málið í seinni blað. Starvsfólkið á býráðnum fingið svar Skrivið, ið starvsfólk sendu býráðsformanninum og sum varð beint í fíggjarnevndina, hevur verið til viðgerðar, og býráðsformaðurin heldur, at starvsfólkið hevur tikið svarið til eftirtektar Vit hava svara, og eg gangi út frá tí, at tey hava tikið svarið til eftirtektar, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður, sum eisini er formaður í fíggjarnevndini í býráðnum. Vit hava sent teimum okkara svar, og síðani hava vit ikki hoyrt nakað aftur, sigur býráðsformaðurin. Vit halda, at hetta er eitt innanhýsis mál, sum vit eiga at kunna avgreiða uttan íblanding uttanifrá, sigur Leivur Hansen. Álitisfólk í býráðnum vilja ikki gera nakra viðmerking til svarið, sum tey hava fingið frá býráðnum. Starvsfólkini vóru ónøgd við viðferðina, tey fingu frá leiðsluni, millum annað tá starvsfólk vórðu flutt. Enn eru tey ikki farin víðari við hesum máli, og álitisfólkini vilja ikki siga nakað um svarið frá fíggjarnevndini. Kvinnupolitisk kvøldseta á Gamla Meiarínum Fríggjakvøldið 17. november skipar Kvinnufelagið fyri kvinnupolitiskari kvøldsetu á Gamla Meiarínum í Havn. Kvinnulig valevni úr øllum flokkum fara at leggja sínar hugsjónir fram. Orðaskifti verður millum valevnini, spyrjipanel og áhoyrarar. Kvinnufelagið vil við hesum lata lívsroyndir kvinnunnar koma samfelagnum til góðar. Eisini verður undirhald við Biritu, Súsonnu og Riu. Aftaná verður høvi at keypa sær ein drekkamunn og fáa eitt prát við luttakararnar. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Frá Kingo til rock Víðfevnandi sang- og tónleikakvøld verður í Vesturkirkjuni í kvøld. Føroya Studentaskúli og HF-skeið skipar fyri saman við Túsundárahaldinum Alt frá Kongo gamla til nýtímans rocktónleik fáa áhoyraranir, sum fara í Vesturkirkjuna í kvøld, at hoyra. Í samband við túsundárahaldið fyri kristanini av Føroyum fara Føroya Studentaskúli og HF-skeið saman við fyrireikarunum fyri túsundárahaldið at skipa fyri kirkjusøguligum tónleika- og sangkvøldi í Vesturkirkjuni í Havn. Roynt verður at lýsa burtur úr sang- og tónleikamenningini í Føroyum frá Kingotíðini til í dag. Skráin er fjølbroytt: Felagssangur, Kingokórið úr Tjørnuvík, Siloakórið úr Fuglafirði syngur sálmar og sangir, Gunnar Guttesen Band, KFS-lovsangur, Saltbrøður, Liquid Gravity, Hástig í tónleiki i Hoydølum, Rytmiska Kórið í Hoydølum og endað veður við felagsangi. Tiltakið verður í Vesturkirkjuni í kvøld klokkan 19.30. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Óvissa um Lorvíksfjarðaleiðina Dúgvan verður ikki klár at taka siglingina upp aftur í dag, og Strandferðslan fer tí at brúka Smyril um Lorvíksfjørð komandi dagarnar Norðoyingar royna at klára seg sum frægast, meðan Dúgvan verður umvæld á Skipasmiðjuni á Skála. Framvegis er ógreitt, nær Dúgvan kemur aftur í sigling, og Strandferðslan ætlar at brúka Smyril í siglingini í dag og í morgin. Stutt eftir klokkan 12.00 í gjár kom Smyril til Klaksvíkar, og hann skuldi sigla tveir túrar millum Klaksvík og Fuglafjørð í gjár, umframt at ein túrur var millum Klaksvík og Havnina. Hetta lat seg gera, tí Smyril vanliga liggur allan týsdagin í Havn, men mikudag siglir Smyril ein túr millum Havnina og Vág seinnapartin. Strandferðslan avgjørdi í gjár at taka Smyril úr siglingin til Suðuroyar seinnapartin í dag, og ístaðin seta Smyril inn aftur í siglingina um Lorvíksfjørð. Royndu at tetta Seinnapartin í gjár skuldi Dúgvan sleipast á Skála, har umvælingin skal gerast. Orsøkin til, at Dúgvan framvegis lá í Lorvík fyrrapartin í gjár, var, at menn royndu at tetta lekan sum frægast, fyri at skaðin ikki skuldi gerast størri, tá Tjaldri fór at sleipa Dúgvuna. Dúgvan skuldi í dokk í gjárkvøldið, og so skuldi skaðin kannast, og avgerð takast um umvælingina. Tað er púra vist, at Dúgvan fer ikki aftur í sigling mikudagin, men vit vita ikki enn, nær skaðin er umvældur, segði Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni, við Sosialin á middegi í gjár. Aðrir bátar hava siglt Í vánaliga veðrinum mánadagin kundi Strandferðslan einki skip seta í sigling um Lorvíksfjørð, eftir at hol var komið á Dúgvuna stutt fyri middag. Tveir línubátar úr Klaksvík vóru ein túr um Lorvíksfjørð seinnapartin mánadagin, og fyrrpartin í gjár gjørdu bæði Barsskor og Alpha Pilot túrar um Lorvíksfjørð. Smyril, sum vanliga liggur meginpartin av týsdegnum í Havn, skuldi seinnapartin í gjár gera tveir túrar millum Klaksvík og Fuglafjørð, og við ymsum skipum og bátum, skiftandi og broyttum tíðum royna norðoyingar og onnur, sum brúka farleiðina um Lorvíksfjørð, at klára seg sum frægast. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Nógvur roykur og eldur í Klaksvík Mánakvøldið kom eldur í nøkur vatnfiltur á eini goymslu hjá East Salmon í Klaksvík Klaksvík: Um átta tíðina mánakvøldið var sløkkiliðið í Klaksvík boðsent til gamla Dávavirkið, sum stendur á bryggjuni á vestara armi. Eldur var komin í á niðaru hædd í bygninginum, sum East Salmon brúkar sum goymslu. Orsøkin var, at ein maður hevði skorið nøkur rør av í ovaru hæddini, og glóðir høvdu fest í fleiri vatnfiltur í niðaru hæddini. Filtrini brendu framvegis, tá sløkkiliðið kom á staðið, men eldur var skjótt sløktur. Nógvur roykur stóð úr bygninginum, bæði meðan tað brendi, og eftir at tað var sløkt, men skaðin var lítil og eingin. Nakað av laksi stóð inn í bygninginum, men hann var væl innpakkaður og varð fingin út beinanvegin. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Jancy skal leiða sosialu deild Jancy Biskopstø Klein verður leiðari á nýggju sosialu deild hjá Klaksvíkar kommunu 35 ára gamla Jancy er úr Klaksvík, men hevur verið búsitandi í Danmark seinastu 10 árini. Hon tók útbúgving sum sosialráðgevi á Den Sociale Højskole í Odense í 1993. Síðani tá hevur hon starvast ymsastaðni á Fjóni. Fyrstu árini arbeiddi hon hjá Fyns Amt, og fekst við tað, tey rópa distriktspsykiatri. Hon hevur eisini arbeitt við aktivering av ungfólki, og seinastu fimm árini hevur hon fingist við flóttarfólk, sum koma til Danmarkar. Hetta starvið hevur verið hjá Odense kommune, og uppgávan hjá Jancy hevur verið at tikið sær av flóttarfólkum, sum eru send frá Dansk Flygtningehjælp og til eina serliga deild á Fjóni. Seinastu tvey árini hevur Jancy tikið ímóti flóttarfólki, sum eru komin beinleiðis úr ymsum kreppuøkjum kring heimin. Eftir útbúgving og starvsroyndir í Danmark seinastu 10 árini, er Jancy nú sett sum leiðari av nýggju sosialu deild hjá Klaksvíkar kommunu. Afturat sær hevur hon fimm starvsfólk. Jancy er gift og eigur tvey børn. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Klaksvík fingið nýggja sosiala deild Nýggja sosiala deild hjá Klaksvíkar kommunu er nú farin at virka. Seks fólk starvast á deildini, sum heldur til í býráðshúsinum Klaksvík: Átta ár eftir at øll starvsfólkini á sosialu deild vóru send til hús, hevur Klaksvíkar kommuna nú skipað sosialu deild av nýggjum. Hevði eg havt ta vitan, sum eg havi í dag, hevði eg neyvan verið við til at stong sosialu deild í 1993, segði formaður í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráði, Jógvan Lutzen, tá móttøka var í nýggju skrivstovuhølunum mánadagin. Tá var mitt í kreppuárunum, at Klaksvíkar kommunu varð noytt at minka um umsitingina, tí inntøkurnar minkaðu so nógv. Og millum fólkini, sum vórðu koyrd, vóru fólk á mentanardeildini og sosialu deild. Samfelagið broytist alsamt, og nú landsmyndugleikarnir lata kommunurnar yvirtaka fleiri øki, mugu vit gera okkum út til at taka ímóti hesum, segði Jógvan við Keldu, borgarstjórin í Klaksvík, tá almenna móttøkan hjá sosialu deild var fyrradagin. Øvugt at lata aftur Formaðurin í sosialu deild, sum saman við borgarstjóranum helt røðu á móttøkuni, vísti á, tað var óheppið at steingja sosialu deild í 1993. Eg eri greiður yvir, at býráðið varð noytt at minka um umsitingina, men tað kann tykist eitt sindur øvugt at lata sosialu deild aftur, júst tá neyðin leikaði harðast á, segði Jógvan Lutzen. Samfelagið krevur, at vit hava eina gíða sosiala deild, men landsmyndugleikarnir skulu gera sær greitt, at saman við uppgávunum, sum teir leggja á kommunurnar, skulu pengar eisini fylgja við, segði hann. Hetta sjónarmiðið hevði Jógvan við Keldu eisini á lofti undir sínari røðu. Landið leggur uppgávur yvir á kommunurnar, uttan at pengar fylgja við, og tað er ikki rætt. Pengar mugu fylgja við, segði borgarstjórin í Klaksvík. Tæna teimum veikaru Seks fólk starvast á nýggju sosialu deildini hjá Klaksvíkar kommunu, sum skal halda til í ovastu hædd í býráðshúsunum. Jancy Biskopstø Klein er leiðari av deildini, sum skal umsita barnaansing, fólkayvirlit og onnur mál á sosiala økinum. Tit mugu altíð minnast til, at tá fólk, sum hava hjálp fyri neyðini, kom til tykkara, so eru tit tey sterkaru. Tí er tað týdningarmikið, at tit altíð kenna tykkum sum ein tænara hjá teimum, sum kenna seg veikari, segði Jógvan við Keldu við starvsfólkini. Jógvan Lutzen, formaður í sosialu deild, handaði vegna býráðið sosialu deild eina gávu, sum var ein málningur hjá lokala listarmanninum Edvardi Fuglø. Dagfinn Olsen - dagfinn@sosialurin.fo Gloymska við grape Fyrst í desember kemur nýggj fløga, ið samstundis er fyrsta avrik hjá Unn Patursson sum einstaklingur. Við á fløguni er hópur av tónleikarum og nøvnini borga fyri góðsku. Partur av upptøkunum eru farnar fram í nýggjum upptøkuhølum í Keypmannahavn Unn Patursson er ikki eitt heilt óskrivað blað í føroyskari tónleikasøgu. Hon hevur sungið við eittnú Enekk, Haldurs Café og á útvarpsfløgum og fløgum hjá Ferðslutrygd. Men eingin útgáva er við Unn Patursson sum einstaklingi. Hetta verður bøtt um nú, tí fyrst í desember kemur fløgan Gloymska við grape. Borga fyri góðsku Nýggja fløgan við Unn Patursson er merkt av, at vit liva í Vesturheiminum við poppmentan og MTV. Hetta er við vilja, men vísurøturnar lata seg ikki fjala. Eg havi sjálv havt ilt við at eyðmerkja tónleikin, men talan er um popp, sum jú er eitt breitt hugtak. Tó er okkurt vísukent við, sigur Unn Patursson um nýggju fløguna við forvitnisliga heitinum Gloymska við Grape. Systkinabarn Unn, Ári Patursson, hevur skrivað tveir av tekstunum. Unn hevur skrivað restina og saman við Rógva á Rógvu hevur hon smíða løg. 14 løg eru á fløguni. Eini 17 tónleikarar eru við, og flestu teirra hava langt síðani prógvað, at navn teirra borgar fyri góðsku. Rógvi á Rógvu leikar trummur og hann hevur eisini framleitt, produserað. Unn tekur sær av sangi og kóri, Leivur Thomsen og Jákup Zachariassen leika guitar, Finnur Hansen, Magnus Johannessen og Kim Hansen leika tangentar, Mikael Blak, Jan Zachariassen og Bárður Háberg leika bass, Kaj Johannessen slagverk og Mortan Zachariassen leikar saxofon. James Olsen hevur vokalt innslag og umframt Unn, so syngja Eyðun Nolsøe og Roin Siggertsson kór. Navnframi Óli Poulsen ljóðblandar fløguna. Nýggj upptøkuhøli Upptøkurnar eru farnar fram í ÚF, á Háskúlanum, heima hjá Rógva á Rógvu, á Oyrasundi á Amager og í nýggju upptøkuhølunum hjá Leivi Thomsen og Eyðfinni Jensen. Hesi bera navnið Media Music Aps. Jenny W. Poulsen hevur tikið myndir til húsan og Unn Patursson hevur sett upp og tikið sær av tekstinum. Umframt sangtekstir, so sæst eisini júst hvør leikar hvat og hvar. Unn Patursson lesur í løtuni til bókavørð í Keypmannahavn. Hon hevur gingið á Dark, ið er alternativt musikkonservatorium fyri rútmiskan tónleik. Unn fegnast um, at tað er eydnast at fáa dugnaligt fólk við, nú hon sjálv gevur fløgu út. Hon drálar, tá hon verður spurd, um hetta er gamal dreymur, men játtar. Fyrr havi verið glað fyri at vera við. Tá havi eg verið biðin. Nú havi eg sjálv tikið stig til hetta og leggi nakað fyri onnur, sigur Unn Patursson um fløguna Gloymska við Grape, sum kemur um nakrar vikur. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Skulu betala 2% meiri í skatti frá 1. januar Ætlanin at tvinga allar føroyingar at betala 2 % í eina eftirlønarskipan, er onki uttan ein eykaskattur. Sostatt hevur fólkaflokkurin brotið sítt lyfti. Og at tjóðveldisflokkurin góðtekur hetta, skiilji eg onki av, sigur Ingeborg Vinther Hetta er fullkomiligur ørskapur. Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at avgerðin um at tvinga allar føroyingar til at 2% av lønini í ein eftirlønargrunn, vísir, hvussu lítið hald er í lyftunum frá okkara politikarum. Fólkaflokkurin hevur alla tíðina lovað okkum skattalalætta. Men nú fáa vit ístaðin ein eykaskatt uppá 2%. Hon sigur, at Fólkaflokkurin hevur lovað skattalætta, umframt skattalætta í samband við pensjónina. Nú hava vit so fingið prógv fyri, hvat lyftini vóru verd. Men at tjóðveldisflokkurin skal góðtaka slíkt, skilir hon púrt onki av, tí nýggja eftirlønarskipanin er borgarligur politikkur, tá ið hann er best. Ingeborg Vinther sigur, at eftir teirri nýggju eftirlønarskipanini, fara fólk við høgari lívsløn at fáa høga eftirløn og øvugt., Sostatt skal stættarmunurin staðfestast líka í grøvina. Hetta er ikki verkamannapolitikkur og eg skilji ikki at tjóðveldisflokkurin góðtekur hetta. Men so er tað staðfest, at hann hevur tveitt øll prinsipp fyri borð. Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at hon hevur alla tíðina mælt til at útbyggja samhaldsfasta eftirlønarskipanina í staðin. Tað er ein skipan sum virka væl. Øll gjalda í hana eftir evnum, men øll fáa tað sama úr henni aftur á ellisárum. Tað er ein samhaldsføst skipan. Ístaðin ætlar landsstýrið at smoyggja eina skipan yvir høvdið á løntakarunum, uttan at tey fáa nakra høvi at ávirka málið Ingeborg Vinther ivast ikki í, at feløgini fara at taka málið upp. Men hvussu tað verður gjørt, veit hon ikki enn. Jólagávan til tey nótakønu Sangheftið við nótum er útkomið. Tað eru sangirnir á fløguni Mánadags Mortan, sum kom út fyri einum lítlum ári síðan, ið nú eru settir út á nótar Sangirnir eru útsettir fyri gittar, klaver ella keybord. Útsetingarnar eru gjørdar á ymiskum støði.Soleiðis at bæði tey, ið júst eru byrjað at spæla og eisini tey víðarikomnu kunnu fáa gleði av nótaheftinum. Til seks av sangunum er uppteknað fylgispæl og eitt klaverstykkið til sangin:Konan sat á bríkini, er eisini at finna í heftinum. Útsetingarnar eru vælegnaðar í frálæru í klaver og keybord. Pakkatilboð. Fløgan Mánadags Mortan kom út beint fyri jól síðsta ár. Sølan hevur gingið hampuligt, sigur Jens Mortan Mortensen, ið hevur gjørt øll løgini á fløguni og sum hevur staðið fyri útgávuni. Fløgan er eitt nú útseld í fløguhandlinum TUTL, sum hevur givið fløguna út. Fløgan Mánadags Mortan verður nú uppafturprentað. Í tí sambandi verður møguligt at keypa eitt pakkatilboð fram til jóla, har fløga og nótahefti kann keypast fyri bíligan penga Flokssett og "syng -við fløga. Vit hoyra mangan lærara siga, at torført er at undirvísa í sangi, tá ið ein ikki dugir at spæla eitt instrument ella tá ið ein ikki dugir nótar. Og at sangur sum lærugrein í fólkaskúlanum, onkuntíð hevur sæð betri dagar, sigur Jens Morten Mortensen. Allir skúlar í landinu hava júst fingið tilboð, um at keypa Mánadags Mortan sangheftið sum flokssett, eina vanliga fløgu og eina syng-viðfløgu. Syng við fløgan verður bara gjørd til skúlabrúks. Á syng við fløguni er bert tónleikurin innspældur. Mánadags Mortan kom út sum yrkingarsavn í 1989 av forlagnum Fannir. Tað er Alexandur Kristiansen, ið hevur skrivað fittu barnayrkigarnar. Frits Johannesen hevur teknað myndirnar. Ólivant í Leynum,Sunnudags Símun og Leygardags Lars og aðrir eru tí eingir ársungar. Nógv børn í Føroyum kenna tí hesar yrkingar, sum nú kunnu syngjast. Nakrir lærara í Suðuroy hava roynt sanghefti innan skúlagátt hetta skúlaárið, eitt nú í lærugreinini føroyskt til 1, 2, 3 flokk, og lata teir væl at. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Karsten Hansen gjørt uppreistur í Tinganesi Ætlanin hjá landsstýrinum at tvinga allar føroyingar at betala 2% av lønini í ein eftirlønargrunn frá 1. januar er eitt slag beint í andlitið. Hetta má vera ein avleiðing av, at Karsten Hansen hevur gjørt uppreistur í Tinganesi, heldur Starvsmannafelagið Tað má hava verið uppreistur í Tinganesi. Gunnleivur Dalsgarð ivast ikki í ætlanin hjá landsstýrinum, at tvinga allar føroyingar, at er eitt úrslit av, at Karsten Hansen hevur gjørt uppreistur í Tinganesi. Hann veit, at sáttmálasamráðingarnar nærkast og hann følir á sær, at nú er tað farið at sansa at. Ti hevur hann gjørt uppreistur og hevur tikið málið um eftirlønina í egnar hendur. Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at trupulleikin er bara tað, at Karsten Hansen veit ikki, hvat hann hevur við at gera. Higartil hevur tað verið Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna og heilsumálum, sum hevur arbeitt við eftirlønarskipanini. Tað var eisini komið hartil, at fakfeløgini høvdu sett ein arbeiðsbólk at arbeiða við málinum og at gera uppskot um, hvussu farast kundi fram, tí ein trupulleiki er, at fleiri fakfeløg hava longu eftirlønarskipanir. Hesin arbeiðsbólkurin er komin so langt, at hann hevði helst verðið liðugur í hesum árinum. Men nú hendir so brádliga tað, at Karsten Hansen ger uppreistur í Tinganesi og tekur málið úr hondunum á Helenu Dam á Neystabø, tí hann vil hava okkurt at henda, áðrenn sáttmálasamráðingar byrja aftur. Men úrslitið verður helst tað beint øvugta av tí, sum ætlanin var. Hetta skapar órógv í ólukkumát, sigur Gunnleivur Dalsgarð Ørkymlaður Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hetta er eitt so dygt slag í andlitið á fakfeløgunum, at hann hevur valla orð fyri tí. Hevur fløkjan um eftirlønina verið stór, er hon nú blivin fullkomin. Í staðin fyri at viðgerða málið sum eina eftirløn, hevur Karsten Hansen nú vavt tað saman, og gjørt tað til ein spurning um eftirløn, uppsparing og skattamál í einum. Hann sigur, at landsstýrið hevur kunngjørt, at nú skal samband takast upp við fakfeløgini um málið. Hetta er sum at skjóta fyrst og spyrja aftaná. Tað er onki endamál at tosa við fakfeløgini, tá ið avgerðin er tikin. Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at hann veit ikki, hvat nú fer at henda. Hann sigur, at tað fyrsta verður at seta seg inn í ætlanin hjá landsstýrinum. Í løtuni eru so nógvir leysir endar, at tað ber ikki til at viðgera uppskotið nágreiniliga Men hetta er ein eykaskattur uppá 2%.Og tað fer uttan iva at ávirka samráðingarnar, sum vera í vár. Karsten Hansen eigur at vera púra greiðir yvir, at hetta fer at føra til álvarslig krøv, tá ið samráðingarnar verða aftur. Sum er, betalir Starvsmannafelagið longu 5,5% í eina eftirlønarskipan og eina tryggingarskipan. Ongin veit, hvar hendan skipanin flýtur í løtuni og tað mugu vit hava greiði á, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hetta er fullkomiligur ruðuleiki og eg skuldseti landsstýrið fyri ikki at vita, hvat tað ger, leggur formaðurin í Starvsmannafelagnum afturat. Dagfinn Olsen - dagfinn@sosialurin.fo Hamskift Ternar I hevur í longri tíð verið á skipasmiðju í Vági. Talan er um 5 ára klassing og tá verður farið nágreiniliga til verka Mangur, sum gekk fram við Vágs Skipasmiðju í farnu viku, mundi venda sær meira enn einaferð. Ternan I er gamal kenningur í ferjuflotanum, men hon var sum hamskift einu løtuna í farnu viku. Líktist ikki sær sjálvari. Einu løtuna var hon hvít øll sum hon var. Síðani skifti hon aftur ham og varð grøn. Burtur vóru gomlu kendu litirnir: svart og hvítt. Ternan I líktist tó brátt aftur sær sjálvari og nýggju litirnir vóru bert grundlitir, ið vórðu lagdir á, áðrenn góðu, gomlu litirnir aftur skuldu smyrjast á skipið. Klassing Ternan I hevur havt ein longri steðg í Vági. Talan er um 5 ára klassing og tá verður farið nágreiniligari til verka, enn til árliga eftirlitið, sigur Magnus Magnussen frá Stranferðsluni. Ternan I hevur verið í Vági síðani 1. oktober. Skipið er 40 ár, so nógv er at gera, tó at stóru lutirnir eru í góðum standi, so sum motorar og annað. Magnus Magnussen væntar, at skipið kann fara av Vági síðst í vikuni, men tá er enn okkurt eftir at gera, so Ternan I kemur ikki aftur í sigling beinanvegin. Nøvn í vikuni Nýggjur skrivari í Útnorðurráðnum 35 ára gamli havnarmaðurin Ernst Sumberg Olsen er settur í starv sum skrivari í Útnorðurráðnum, har Føroyar, Grønland og Ísland eru limir Hetta merkir, at Ernst skal flyta til Ísland, har høvuðsskrivstovan er løgd. Uppgávan hjá skrivaranum í Útnorðurráðnum er fyrst og fremst at samskipa tað, sum fer fram í ráðnum. Ernst Sumberg Olsen tók HH-prógv í 1988 í Tórshavn, BA í 1991 á University of East Anglia (Norwich), EE í 1996 (Den Danske Eksportskole), MA í bókmentafrøði 1999 frá Aberdeen University. Áðrenn hann fór undir skúlagongd arbeiddi hann á flakavirki, sum lastbilførari og sigldi við trolara. Ernst var leiðari á Kemilux Limited í eitt ár frá 1996-1997. Summarið 1998 var hann hjá Amerada Hess í Aberdeen á deildini fyri Corporate Affairs og PR. Ernst hevur arbeitt á Løgtingsskrivstovuni síðan á vári 1999, men hesum gevst hann nú við. Hansara arbeiðsøki á Løgtingsskrivstovuni hevur verið at røkja skrivara- og ráðgevarauppgávur, ið viðvíkja Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum. Annars hevur hann tikið sær av øðrum altjóða uppgávum og luttikið í vanligari málsviðgerð á skrivstovuni. Enn er ikki heilt greitt nær Ernst Sumberg Olsen skal byrja í nýggja starvi sínum. Jancy skal leiða sosialu deild Jancy Biskopstø Klein verður leiðari á nýggju sosialu deild hjá Klaksvíkar kommunu. 35 ára gamla Jancy er úr Klaksvík, men hevur verið búsitandi í Danmark seinastu 10 árini. Hon tók útbúgving sum sosialráðgevi á Den Sociale Højskole í Odense í 1993. Síðani tá hevur hon starvast ymsastaðni á Fjóni. Fyrstu árini arbeiddi hon hjá Fyns Amt, og fekst við tað, tey rópa distriktspsykiatri. Hon hevur eisini arbeitt við aktivering av ungfólki, og seinastu fimm árini hevur hon fingist við flóttarfólk, sum koma til Danmarkar. Hetta starvið hevur verið hjá Odense kommune, og uppgávan hjá Jancy hevur verið at tikið sær av flóttarfólkum, sum eru send frá Dansk Flygtningehjælp og til eina serliga deild á Fjóni. Seinastu tvey árini hevur Jancy tikið ímóti flóttarfólki, sum eru komin beinleiðis úr ymsum kreppuøkjum kring heimin. Eftir útbúgving og starvsroyndir í Danmark seinastu 10 árini, er Jancy nú sett sum leiðari av nýggju sosialu deild hjá Klaksvíkar kommunu. Afturat sær hevur hon fimm starvsfólk. Jancy er gift og eigur tvey børn. Sjálvsognarstovnin Berjabrekka 3 Tíðindaskriv Tórshavnar Kommuna og Íbúðagrunnurin hava í dag 10. november 2000 gjørt av at seta á stovn: Endamálið við sjálvsognarstovninum er at útvega og reka íbúðahús í Tórshavnar kommunu. Fyrsta uppgávan verður at byggja 60 leiguíbúir í trimum byggistigum á Berjabrekku. Íbúðirnar verða fyri ein part fyrireikaðar fyri persónum við serligum tørvi, tó soleiðis, at rætturin til íbúðirnar ikki bert er tilskilaður hesum persón-skara, men skal talan verða um eitt blandað íbúgvaramynstur. Í samband við stovnanina hava Tórshavnar Kommuna og Íbúðagrunnurin rinda 1,5 mio kr. hvør sum stovnsfæ. Stovnurin er mannaður við einum 5-manna stýri, har hvør av stovnarunum útnevnir tveir stýrislimir, og hesir hava í felag útnevnt fimta stýrislimin. Stýrislimirnir eru Jóannes Dalsgarð og Jóhann Mortensen vegna Íbúðagrunnurin og Leivur Hansen og Heðin Mortensen vegna Tórshavnar Kommunu, fimti stýris-limurin verður Bjarni Wilhelm, ið verður formaður. Sjálvognarstovnurin fer beinanvegin at taka samráðingar upp við Tórshavnar Kommunu um at keypa ætlaða grundøkið í Berjabrekku, ið kommunan hevur sett av til endamálið. So skjót sum byggiætlaninar eru vornar meiri økitøkiligar, er ætlanin at kunna eigarafeløgini fyri Berjabrekku 1 og 2 um ætlaðu byggingina. Vónandi byrjar sjálv byggingin komandi summar, so tær fyrstu 20 íbúirnar kunnu takast í nýtslu í 2002. Bjarni Wilhelm, formaður Stórir møguleikar at finna olju Kartlegging av seismiske data tilsier at de samme geologiske forhold finnes på færøysk sokkel som for flere av olje- og gassfunnene på britisk side. Det er gode grunner til å være optimistisk med hensyn på mulighetene til å gjøre funn i færøyske farvann siga teir báðir norsku jarðfrøðingarnir hjá Sagex Petroleum, Dag O. Larsen og Terje Hagevang. Oljuleiting Dag O. Larsen og Terje Hagevang (Í Oljublaðnum, sum Sosialurin gav út í sambandi við oljuráðstevnu í Havn skrivaðu teir báðir norsku jarðfrøðingarnir Dag O. Larsen og Terje Hagevang eina sera áhugaverda grein um jarðfrøði og møguleikarnar at finna olju og gass í føroysku undirgrundini. Av tí at eitt av teimum týðandi kortunum, ikki varð við í greinini, hava teir gjørt eina nýggja og stytri versión) Semja millum Sagexfólk Teir tríggir serfrøðingarnir hjá ráðgevandi oljufelagnum Sagex-Petroleum, sum hava verið ráðgevar hjá føroyska oljufelagnum Føroya Kolvetni, hava gjørt semju við Norsk Hydro, sum stevndi teimum trimum. Sagex ætlar sær nú aftur at vera virkið í Føroyum Oljuvinna Jan Müller Norsk Hydro og Sagex Petroleum hava gjørt umrøddu semju: Terje Hagevang sigur í eini viðmerking til Sosialin, at >>det er en gledens dag i Sagex Petroleum<< nú hetta stríð loksins hevur fingið ein enda. Sum vera man hevur Sagex fingið eina upphædd frá Hydro, eitt slag av fíggjarligari kompensatión, nú felagið tapti sakina í rættinum. Tað mest týdningarmikla fyri okkum var at fáa ein enda á hesum, soleiðis at vit eisini aftur kunnu byrja at arbeiða við Føroyum. Sum vinir mínir í Føroyum eru væl vitandi um, >>har jeg jo tapt mitt hjerte til øyene og folket som bor der<< sum hann málber seg og leggur aftrat, at hann samtíðis fegin vil vera við í tí sera spennandi føroyska oljuævintýrinum. Hann sigur tó, at tað er ikki greitt, hvussu teir koma at arbeiða í Føroyum, men hann sigur seg kunna lova, at Sagex ætlar sær at vera virkið í Føroyum eisini í framtíðini. Nokta at betala meir Vit hava longu eina eftirønarskipan, sum er, og vit fara ikki at betala til eina afturat, sigur forkvinnan í Sjúkrasystrafelagnum Vit betala longu til eina eftirlønarskipan. Og vit fara ikki at góðtaka, at betala meir. Joan Ziskason, forkvinna í sjúkrasystrafelagnum er ørkymla av boðunum úr Tinganesi um, at 1. januar skulu øll betala 2% av lønini í eina eftirlønarskipan. Hon sigur, at sjúkrasystrarnar hava eina eftirlønarskipan, har tær sjálvar betala 4% og arbeiðsgevarin 8%. Og vit fara ikki at góðtaka at betala meir, sigur Joan Ziskason. Skulu vit betala 2% í eftirløn afturat, er hetta tað sama sum at fara niður í løn og tað gera vit ikki. Vit fara helkdur ikki at betala til tvær skipanir. Og vit fara heldur ikki at góðtaka eina skipan, har sjúkrasystrar verða verri fyri, enn tær eru nú. Hon sigur, at tey hava krav uppá at frætta meiri um ætlanina. Hon undrast eisini á, at tað nú er Karsten Hansen, sum hevur yvirtikið eftirlønarmálið. Fyrst var tað vinnumálastýrið, sum tók spurningin um eftirløn upp. So fór málið yvir í almanna og heilsumálaráðið, men nú er tað brádliga endað í fíggjarmálastýrinum. Joan Ziskason sigur, at tað er ørkymlandi, at eftirlønin soleiðis liggur og ferðast ímillum stýrini. Hon ivast eisini í, hvør dugur er í eini eftirløn upp á 2%. Ein slíkur eftirlønargrunnur verður ongantíð til annað enn eitt ískoyti til fólkapensjónina. Joan Ziskason sigur eisini, at tað er ein spurningur um ikki eftirlønarskipanin gongur beint ímóti ymsum ásetingum í sáttmálanum, sum tey hava og tí er tað ikki vist, at hetta er eitt mál, sum er lætt at loysa. Veðrið Lágtrýstið yvir Grønlandsfjørðinum stendur mestsum í stað, og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum í morgin. Lágtrýstið í útsynning úr Føroyum fer norðureftir og hevur nógvan vind við sær á okkara leiðum. Veðrið í dag: Hvassur vindur ella skrið av suðri og regn. Út á seinnapartin støkkur hann vesturum til útsynning og vestan og minkar vindin. Okkurt ælið og hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið hósdagin: Gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið fríggjadagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Lot til andøvsgul av útnyrðingi ella av ymsum ættum og ælingur, serliga leygardagin, annars sólglottar. Hitin millum 3 og 7 stig. Í gjár: Lágtrýstið yvir Grønlandsfjørðinum stendur mestsum í stað, og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum í morgin. Í dag: Lágtrýstið í útsynning úr Føroyum fer norðureftir og hevur nógvan vind við sær á okkara leiðum. Skattalætti Tíðindaskriv frá Javnaðar- og Sambandsflokkinum: Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava lagt uppskot fyri tingið um skattalætta. Uppskotið er fyrsti partur av fleiri skattalógaruppskotum, sum eftir ætlan skulu koma í gildi á nýggjárinum. Hini uppskotini, sum koma seinni, hava til endamáls at hækka serliga pensiónistafrádráttin í skattalógini og at lækka serliga avgjaldið á brenniolju. Skattastigin fyri lág, og miðalinntøkur skal broytast, og barnafrádrátturin í landsskattinum verður hækkaður úr 4.000 upp í 6.000 krónur. Hetta eru høvuðsbroytingarnar í nýggja skattalógaruppskotinu, sum Javnaðarflokkurin og Sambandflokkurin leggja fyri tingið. Í krónum merkir hetta, at føroyingar skulu gjalda umleið 84 mió. krónur minni í skatti. Av hesum eru 26 mió krónur hækkaður barnafrádráttur, meðan 58 mió krónur eru beinleiðis skattalætti. Í gildi á nýggjárinum Fólkaflokkurin boðaði frá í september, at hann fór at koma við einum uppskoti um skattalætta fyri tey næstu 10 árini. Hetta uppskotið skuldi fáa gildi frá fyrst komandi ári. Men nú, tveir mánaðir seinni, er framvegis einki uppskot komið. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava tí avgjørt at leggja eitt líknandi uppskot, sum tað hjá Fólkaflokkinum fyri tingið nú, so tað kann koma í gildi á nýggjárinum. Samanborið við uppskotið hjá Fólkaflokkinum gevur andstøðuuppskotið meira skattalætta, enn uppskot Fólkafloksins. Tó hevur andstøðan val, ikki at lóggeva fyri eitt heilt tíggju-áraskeið undir einum, men heldur at taka eitt ár í senn. Lógartekniskt er uppskotið hjá andstøðuflokkunum sera einfalt, og tí halda folokkarnir tað ikki vera neyðugt við eini langtíðarætlan, ið einans byggir á metingar. Fleiri uppskot koma seinni í ár Í næstum fara Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin at leggja fleiri onnur uppskot fram, sum hava til endamáls at lætta um hjá teimum, sum ringast eru fyri. Talan er um at hækka serliga pensiónistafrádráttin í skattalógini, og at lækka serliga avgjaldið á brenniolju. Virkisætlan um KT-nýtslu í skúlunum Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Tórbjørn Jacobsen, hevur sett eina nevnd, sum skal gera tilmæli til eina virkisætlan um KT-nýtslum á vinnu-, miðnáms- og hægri skúlunum. Í mars 1998 handaði ein arbeiðsbólkur landsstýrismanninum tilmæli um KT í fólkaskúlanum, sum nú er sett í verk við m.ø. KT-deplinum. Nevndin, sum nú er sett, skal, sum eitt framhald av arbeiðinum hjá KT-nevndini í fólkaskúlanum, koma við tilmæli um, hvussu útbreiðslan av KT-nýtsluni, ikki minst í námsfrøðiligum høpi, kann økjast munandi meira á vinnu, miðnáms- og hægri skúlunum. Í KT-nevndini fyri vinnu, miðnáms- og hægri skúlar eru umboð fyri skúlarnar og KT-depilin. KT-nevndin er biðin um at handa landsstýrismanninum álit í seinasta lagi 1. mars 2001. Í nevndini eru: Petur Zachariassen, Fróðskaparsetur Føroya, formaður, Naina Jaocbsen, Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy, Linjon Jacobsen, Tekniski skúlin í Klaksvík, Doris Djurhuus, Handilsskúlin á Kambsdali, Regin Ellingsgaard, KT-depilin, Heri Kragesten, Føroya Læraraskúli, Marianna Norðoy, Sjúkrasystraskúli Føroya, Hans Andrias Dam Joensen, Undirvísingar- og Mentamálastýrið, er knýttur at nevndini sum skrivari. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Fólksins farvæl Fleiri túsnd fólk n Fríggjadagur 1. des Jan Müller Vit detta ikki niðurímillum Nú seinasta veljarakanningin gav Javnaðarflokkinum eina afturgongd í mun til seinastu kanning og tó eina lítla framgongd í mun til seinasta val hava vit spurt formannin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, um hetta ikki merkir, at hann sum formaður ikki hevur megnað andstøðulut sín nóg væl! Veljarakanningin og Javnaðarflokkurin Jan Müller Nú seinasta veljarakanningin gav Javnaðarflokkinum eina afturgongd í mun til seinastu kanning og tó eina lítla framgongd í mun til seinasta val hava vit spurt formannin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, um hetta ikki merkir, at hann sum formaður ikki hevur megnað andstøðulut sín nóg væl! Eg kann ikki bara svara fyri meg sjálvan men fyri alla tingmanningina. Haldi tvørturímóti, at hon hevur gjørt eitt ótrúliga gott arbeiði hesa tingsetuna. Av teimum 18 málunum, sum eru løgd fram, eigur andstøðan eina helvt, og tað prógvar, at vit hava eina sera virkna andstøðu og eitt sera passivt landsstýri. Landsstýrið boðaði á ólavsøku frá, at tað skuldi koma fram við 59 málum fyri jól, og teir eru komnir til 8-9. Formaður Javnaðarfloksins sigur orsøkina til hetta vera, at tað fær einki frá hondini av tí praktiska politikkinum, sum teir hava sett út í kortið. Jóannes Eidesgaard heldur tað tí ikki vera serliga rættvíst, at Sambandsflokkurin fær eina so markanta framgongd í mun til seinasta val, tá man hugsar um, at hann kanska ikki hevur verið so aktivur sum Javnaðarflokkurin. Hann heldur annars, at tað vit serliga kunnu lesa úr seinastu veljarakanningini er polariseringin millum loysing og samband. - Allir teir flokkar, ið liggja millum og hava loysnir, sum liggja ímillum, hava eitt sindur torførari við at markera seg. Men samanborið við ta sera truplu støðu Javnaðarflokkurin hevur verið í, tá hetta málið hevur verið frammi, má ein siga, at flokkurin liggur væl. Hann heldur fast við sína undirtøku og økir hana eitt sindur. Allar nátúrlógir skuldu sagt, at hann datt niðurímillum stólarnar. Men tað ger hann ikki. Tvørturímóti er hann eitt sera heitt evni fyri aðrar flokkar. Sambandsflokkurin er sera forliptur í Javnaðarflokkinum, og tað sær út til, at partar av samgonguni framvegis eru rættiliga áhugaðir í flokkinum. Og tað haldi eg alt í alt er ikki ein vánalig støða hjá flokkinum. Blokkarnir Jóannes Eidesgaard heldur viðmerkingarnar hjá Jóannesi Hansen, samfelagsfrøðingi til veljarakanningina vera sera áhugaverdar. - Hann nevndi blokkskipaninar, tá tað ræður um viðurskiftini við Danmark. Vit hava ein loysingarblokk við Tjóðveldisflokki og Fólkaflokki og ein samríkjablokk við Sambandsflokki og Javnaðarflokki. Teir blokkarnir eru umleið líka stórir, og tí verða tað teir smærru flokkarnir, sum koma at avgera, hvør blokkur kemur til valdið. Tvs. at føroyskur politikkur er farin at líkjast donskum politikki, har teir radikalu kunnu avgera, um talan skal vera um eina borgarliga ella eina sosialdemokratiska stjórn. Jan Müller Sær fegin samstarv við Sjálvstýrisflokkin Nú tað nærkast einum løgtingsvali, sær formaður Javnaðarfloksins fegin, at Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin kunnu samstarva meira. Men hann útilokar ikki, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa meiriluta til næsta val Veljarakanning og val Jan Müller Nú seinasta veljarakanningin undirstrikaði týðandi leiklutin smærri flokkarnir hava fyri at skipa landsstýri viðgongur Jóannes Eidesgaard, at tað hevur verið eitt skisma millum Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Tað er so millum teir aktivu sjálvstýrispolitikararnar, meðan veljararnir hjá Sjálvstýrisflokkinum eru rættiliga áhugaðir í, at Javnaðarflokkurin kom inn í aktuella málið um sjálvstýri. 41% av sjálvstýrisveljarunum siga, at Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eru teir frægastu at loysa hetta málið. So leiðslan og veljararnir eru ikki júst á bylgjulongd, tá tað kemur til hetta málið. Formaður Javnaðarfloksins ásannar tó, at tað er leiðslan í flokkinum, sum bestemmar. Ósekur Persónliga er hann sera harmur um, at góða samstarvið, ið hevur verið millum Sjálvstýrisflokkin og Javnaðarflokkin síðani 1948, ikki hevur virkað so væl seinastu árini. -Reint persónliga kenni eg meg fullkomiliga ósekan í tí. Eg haldi ikki, at tingmanningin, sum situr í dag ella vit, sum mynda flokkin í dag, eiga at lastast fyri tað. Men hvat ætlar formaður Javnaðarfloksins at gera við hetta skisma! Hvussu ætlar hann at fáa betri viðurskifti við Sjálvstýrisflokkin og møguliga eisini Miðflokkin fyri harvið at hava betri møguleika at vera við í eini komandi samgongu? Tað er væl tað, sum liggur í nýggju stýrisskipnini, at einhvør floksformaður noyðist at leggja seg eftir at vera væl við aðrar flokkar. Man kann næstan liva betri við at vera ósamdur við sín egna flokk enn at vera ósamdur við aðrar flokkar. Tað er eitt paradoks í hesum. Sjálvandi kann man ikki selja seg út og lata seg fullkomiliga úr fyri øðrum flokkum. Tú noyðist at hava tín politiska integritet í lagi, og so mást tú vóna, at tú virkar attraktivur nokk fyri hinar flokkarnar sigur Jóannes Eides-gaard og vísir á, at Sjálvstýrisflokkurin hevur verið uppi í næstan øllum samgongum síðani Heimastýrislógina. Hann hevur stuðlað borgarligum samgongum, og teir hava eisini stuðlað samgongum, har Javnaðarflokkurin hevur verið við. Flokkurin hevur eina traditión fyri at kunna fara til báðar síður. Nú hevur leiðslan so fingið eina greiða ábending frá sínum veljarum, hvat flokkurin skal satsa uppá. Sambandið! Men er ikki møguleiki fyri, um núverandi leiðslan í Sjálvstýrisflokkinum fær dygga undirtøku til næsta val, at hon fer at royna at halda Javnaðarflokkin uttan fyri eina samgongu, har Sjálvstýrisflokkurin er tungan á vágskálini? Tann vandin er sjálvandi til steðar. Eftir seinastu samráðingar varð upplýst, at tað var Sjálvstýrisflokkurin, sum útilokaði Javnaðarflokkin frá tí breiðu samgonguni, so skal man uppvega tað, er bert ein møguleiki, og hann er, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin verða so mikið sterkir, at teir klára sjálvir at manna tað fleirtal, sum skal til. Men er tað ikki ósannlíkt? Tað haldi eg nú ikki, men tað er greitt, at tann loysnin er munandi torførari enn, um man fekk ein stuðulsflokk aftrat. Uppá fyrispurning, um tað skuldi tað hent, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fara í samgongu eftir valið, og Sambandið er størri og harvið krevur løgmann, hvat Javnaðarflokkurin fer at siga til tað sigur formaður floksins, at tað, sum er umráðandi fyri ein og hvønn flokk, er ikki at fáa løgmann men at fáa ávirkan. Tí er hetta ikki tað, sum telur í fyrsta umfari. Tað er at koma framat, soleiðis at man fær ávirkan á samfelagið. Jóannes Eidesgaard heldur annars, at lyklastøðan hjá teimum smærri flokkunum í føroyskum blokkpolitikki áleggur teimum eina ótrúliga stóra ábyrgd, sum hann vónar hesir flokkar kunnu liva upp til. Um samarbeiðið við leiðsluna í Sjálvstýrisflokkinum sigur hann annars: - Eg havi arbeitt saman við Sámal Petur í Grund í landsstýrinum og hevði har eitt útmerkað samstarv. Og eg havi ongantíð havt nakað problem saman við Helenu Dam á Neystabø, so eg dugi ikki at síggja, hví Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin ikki kunnu samstarva eftir eitt komandi løgtingsval. Allir møguleikar opnir Nú samarbeiddi Petur Mohr Dam nógv við Sambandsflokkin, Alti Dam fór undir at samarbeiða við Tjóðveldisflokkin eisini, hvønn veg fer samarbeiðið at ganga undir tínar leiðslu í framtíðini. Í prinsippinum má man halda allar møguleikar opnar. Men henda veljarakanningin peikar ótrúliga týðiliga uppá, at javnaðarveljarar helst síggja Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin fara inn í eitt samstarv. Skal man taka sínar egnu veljarar uppá orðið, so er tað tann vegin man skal fara. Jóannes Eidesgaard vísir annars á, at serliga tveir flokkar hava broytt seg markant í hesum valskeiðnum. Sambandsflokkurin er tann, sum reelt hevur flutt seg í rikisrættarliga spurninginum frá tí altíð at fara í baklás og siga at einki skal broytast - til nú at siga, at vit kunnu væl práta um nýggjar skipanir. Tað er eitt veldugt skifti. Og tað er kanska ein av orsøkunum til, at javnaðarveljarar siga, at tað er rætt at samarbeiða við Sambandsflokkin. Hin flokkurin, sum hevur broytt seg er øllum vitandi Tjóðveldisflokkurin. Torfør støða Vit spurdu Jóannes Eidesgaard, um ikki eisini Javnaðarflokkurin er vorðin nógv broyttur, og at tað tí eru nógvir sjálvstýrissinnaðir veljarar í Javnaðarflokkinum, sum eru rýmdir yvir í Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin ella Sjálvstýrisflokkin, tí teir eru ónøgdir við sambandsvinarligu linjuna? Hetta er ein ótrúliga ringur spurningur fyri Javnaðarflokkin. Tað, sum hevur savnað fólk um Javnaðarflokkin, er fyrst og fremst, hvussu vit vilja samfelagið skal skipast. Tað er tann búskaparliga og samfelagsliga skipanin javnaðarfólk eru samd um. Men javnaðarfólk eru ótrúliga ósamd, tá tað kemur til tann ríkisrættarliga spurningin. Vit hava fólk, sum eru loysingarfólk, og vit hava fólk, sum eru meira sambandssinnað enn sambandsfólk kanska eru tað. Tí er tað ringt hjá leiðsluni at leggja eina kós, sum hevur møguleika at samla upp frá báðum síðum, men tú er altíð í vanda fyri, at nøkur hekta seg av. Er kósin ov sambandssinnað, so leypa sjálvstýrisfólk frá, og er hon ov sjálvstýrissinnað, so leypa nøkur sambandsfólk frá. Og tí er ríkisrættarligi spurningurin altíð trupul. Sjálvstýrislógin Jóannes Eidesgaard heldur annars, at flokkurin hevur funnið eina góða loysn við sjálvstýrislógini. - Eg eri ikki sørt errin av, at tað eydnaðist okkum at koma inn í orðaskiftið so væl, og hava vit verið tann mest markanti flokkurin at tosa um hesar spurningarnar. Ber tú ikki ótta fyri, at tit verða ov nógv identifiserað við Sambandsflokkin? Sjálvandi skulu vit ansa eftir, at vit varðveita okkara integritet sum flokkur, og tað er so nakað, sum verður kritað upp til eitt valstríð. Men tað skerst ikki burtur, at Sambandsflokkurin eisini á tí sosiala økinum hevur verið góður at samstarva við. Teir hava gott nokk eina sosialliberala linju, men tann sosiala dimentiónin hjá teimum er avgjørt áhugaverd fyri Javnaðarflokkin. So tú ber ikki ótta fyri, at tit skulu út í eina víðari oyðimarkargongd? Tað átti eg ikki. Vitandi um at Sambandsflokkurin gjarna vil samarbeiða við Javnaðarflokkin, og at Fólkaflokkurin uttan iva eisini vil samstarva við Javnaðarflokkin, og at sjálvstýrisveljarar gjarna vilja hava Javnaðarflokkin inn, so skuldi møguleikin ikki verið so fjarður fyri, at Javnaðarflokkurin endaði í eini samgongu eftir næsta val. Men tað er eisini ein møguleiki, at man endar í eini andstøðu aftur. Og tað verður ikki serliga hugaligt. Jan Müller Landsstýrið >>stolið<< javnaðaruppskotið Úrslitið av veljarakanningini, sum varð kunngjørd herfyri, vísir, at stórur meiriluti av veljarunum vil hava eina alla aðra stig fyri stig loysn í fullveldismálinum. Hetta kemur eisini í kjalarvørrinum á tí semju, sum samgonguflokkarnir hava gjørt í sama máli og har teir hava broytt kós. Høvuðsstrategiin bæði á tí búskaparliga økinum og í sambandi við at yvirtaka er júst leisturin, sum Javnaðarflokkurin hevur lagt fram sigur formaður Javnaðarfloksins Veljarakanning og framtíÐin Jan Müller Úrslitið av veljarakanningini, sum varð kunngjørd herfyri, vísir, at stórur meiriluti av veljarunum vil hava eina alla aðra stig fyri stig loysn í fullveldismálinum. Hetta kemur eisini í kjalarvørrinum á tí semju, sum samgonguflokkarnir hava gjørt í sama máli og har teir hava broytt kós. Hvat heldur formaður Javnaðarfloksins um hesa broyttu kós, og hvat hugsar hann, tá hann hoyrir Helenu Dam á Neystabø føra fram í útvarpinum, at fullveldið liggur langt frammi í tíðini, og tað er stig fyri stig politikkur, sum nú fer at verða rikin - ikki ólíkur tí, sum Javnaðarflokkurin hevur gingið inn fyri! Tá situr tú við eitt sindur beiskum smakki í munninum. Tú situr sjálvur og føðir nakrar ideeir, sum so aðrir strúka avstað við og entá taka tað til sín sum sítt egna. Jóannes Eidesgaard sigur víðari, at flokkurin rættiliga tíðliga í allari sjálvstýristilgongdini sá, hvat kundi henda, nevniliga, at vit kundu koma at enda í eini støðu, har Javnaðarflokkurin profelerar sítt egna uppskot, sum so aðrir fara avstað við, og sum tá entá krevja, at Javnaðarflokkurin skal taka undir, tí tað nú stórt sæð er teirra uppskot, sum man arbeiðir eftir. Hetta heldur hann vera eina ótrúliga løgna støðu at vera komin í og ikki serliga hugaliga heldur. Men vil Javnaðarflokkurin koma inn aftur í hitan og møguliga fáa eitt samstarv við t.d. Sjálvstýrisflokkin eftir komandi val, er hann so ikki noyddur til nú at melda út, at hann vil stuðla landsstýrinum í tí komandi gongdini? Tað skuldi verið óneyðugt at sagt. Tað er tann gongdin vit alla tíðina hava víst á. Men tað, sum er løgið, er, at vit hava eina samanseting, har ein flokkur, sum hevur sett øll segl inn uppá, at fullveldið skuldi gerast veruleiki í hesum valskeiðnum, bráddliga hálsar um og verður ein desideraður heimastýrisflokkur. Tað, sum hendir, er jú eitt hamskifti. Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin havi eg alla tíðina havt mistonktar fyri, at teir kundu gott taka undir við okkara uppskoti í tí stóra og tí heila. Men eg havi ongantíð ímyndað mær, at Tjóðveldisflokkurin kundi fara at svølgja nakað av tí, sum vit hava lagt fram. Jóannes Eidesgaard heldur tí, at vit eru vitni til eitt politiskt hamskifti í føroyskum politikki, har Tjóðveldisflokkurin frá at vera ein desideraður loysingarflokkur knappliga blívur til ein heimastýrisflokk, sum entá kann liva við einum stig fyri stig politikki, har man í dag yvirtekur nakað, og so sær man, hvussu tað gongur, og so yvirtekur man næsta ár kanska okkurt annað osfr. Bert ein leistur Hvussu tulkar tú tað, at flokkurin fær framgongd, hóast hann fremur hesa broyting? Tað má hava hepnast flokkinum at sannføra sínar veljarar um, at tað er eingin leið, sum eitur fullveldi uttan eftir hesum nýggja leistinum, tí so skuldi sum eisini Jóannes Hansen sigur, onkur fylking havt uppstaðið, sum veruliga trýr uppá, at tjóðveldið skal bera til. Tilboðið um loysingina her og nú tvs. eftir fýra árum liggur framvegis á borðinum, men helst eru allir føroyingar samdir um, at tí tað tekur man ikki av. Eitt fullveldi uppá fýra ára skiftistíð kann gerast veruleiki tann dagin føroyingar siga, at vit taka av. Um nú Javnaðarflokkurin ætlar sær at nærkast bæði Sjálvstýrisflokkinum og Fólkaflokkinum fyri at koma uppí eitt komandi landsstýri við teimum, er tað so ikki ein trupulleiki, at Helena Dam á Neystabø og Óli Breckmann bæði á pensións- og eftirlønarøkinum ganga beint ímóti tí, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri? Tað er klárt. Vit í Javnaðarflokkinum standa fyri nøkrum, sum vit so avgjørt ikki selja út uppá ella kunnu ganga uppá kompromi við. Har er pensiónsspurningurin ómetaliga týdningarmikil. Og heldur ikki á búskaparliga økinum kunnu vit heldur ikki selja út bara fyri at sleppa í samgongu. Tú noyðist at hava tína valskrá nøkunlunda intakta. Harafturímóti síggja vit nú, at tað er onkur flokkur, sum hevur selt sína sál fyri bara at verða verandi í eini samgongu. Men kann Javnaðarflokkurin so ikki eisini verða noyddur til at slúka kamelar, um tit t.d. skulu samabreiða við Sjálvstýrisflokk og Fólkaflokk um pensión og eftirløn? Nú er politikkur at kunna gera loysnir, sjálvt um man í útgangstøðinum ikki er samdur. Men hevði Javnaðarflokkurin verið við í samgongu, so hevði ein pensiónsskipan ikki sæð soleiðis út sum tann, ið Karsten Hansen nú leggur fram. Tá hevði tú havt okkurt meira solidariskt við. Um hon ikki varð fullfíggjað sum tú hevði ynskt, so hevði hon kortini havt eitt grundleggjandi samhaldsfesti í sær. Rakt seymin á høvdið Hvat ríkisrættarliga spurninginum viðvíkur so heldur Jóannes Eidesgaard ongan iva vera um, at Javnaðarflokkurin framum aðrar flokkar hevur rakt seymin á høvdið. - Vit hava sligið tann tónan ann í øllum hesum spurninginum, sum flestu føroyingar halda vera skilagóðan. Tað er eitt so stórt pluss, at tað áttu vit at fingið tøkk fyri til valið. Men tá vit so koma til allar aðrar spurningar, sum í hesum valskeiðnum hava verið niðurtryktir av fullveldismálinum, so er tað greitt, at man noyðist fram til valdagin, og serliga tá tú situr í andstøðu, at fara út sum um tú einsamallur kann orna tingini. Tú mást geva veljarunum ein tjans til at síggja, um flokkurin slapp til valdið einsamallur, so hevði hann loyst málini so og so. Tað haldi eg eisini er tað mest ærliga at gera eisini yvirfyri hinum flokkunum, tí fara vit til samráðingar við teir, so vita vit, hvat teirra mótspæl verður. Kunnu vit so liva við tí, og kunnu fáa nakað skilagott burtur úr saman við teimum, so er ein møguleiki. Eg velji at síggja hetta postivt. Eg dugi ikki at síggja, at Javnaðarflokkurin skal verða avhektaður í føroyskum politikki fyri tað, at vit sita í andstøðu í hesum valskeiðnum. Men er tað ikki munur á, at tit vilja hava eina nýggja lóg ístaðin fyri Heimastýrislógina, meðan landsstýrið nú fyrst heilt vil tøma Heimastýrislógina fyri síðani at fara eftir fullveldinum? Tá Helena Dam á Neystabø og Anfinn Kallsberg hava sitið og lagt ætlaninar um nýggju kósina, so hava tey sjálvandi roynt at lagt tað til rættis soleiðis, at tey ikki í ov stóran mun verða identifiserað við Javnaðarflokkin. So tey hava sjálvandi gjørt konstruktiónir við vilja, sum einki hava við Sjálvstýrislóg osfr. at gera. Men høvuðsstrategiin bæði á tí búskaparliga økinum og í sambandi við at yvirtaka er júst leisturin, sum Javnaðarflokkurin hevur lagt fram. Jan Müller Løgmaður ongantíð roynt breiða semju Løgmaður hevur reelt ongantíð lagt nakað í eina breiða semju, tá hann hevði møguleika fyri tí heldur Jóannes Eidesgaard Sjálvstýri/fullveldi Jan Müller Hóast vit aftur og aftur hava hoyrt Anfinn Kallsberg, løgmann tosa um ta breiðu semjuna í fullveldismálinum, so heldur formaður Javnaðarfloksins, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, ongantíð hevur roynt at fingið eina breiða semju. - Anfinn hevur onga heilhjartaða roynd gjørt enn fyri at vinna nakra breiða semju. Hann hevur tvørturímóti hildið okkum fyri tað turra gjøldur, tá hann hevur bjóðað okkum til fundar. Hetta við at bjóða okkum til kaffifundir, har vit seriøst fara inn í samráðingar og sum síðani renna út í sandin uttan nakað úrslit, fyri síðani tvey ár aftaná at kopiera okkara uppskot, er eitt prógv um, at kaffifundirnir vórðu uppá kvamsvís sigur Jóannes Eidesgaard. Men hetta er ikki tann varhugi veljarin hevur av løgmanni, tá hugsað verður um undirtøkuna hann fekk í veljarakanningingi? Nei. Veljarin sær løgmann sum ein hóvligan og siðiligan mann, sum ongantíð øsir seg upp og altíð ber seg at sum ein sinniligur maður. Tað er tann myndin hann úteftir gevur. Men tá eg verði spurdur aftanfyri leiktjøldini - hvussu nógv liggur í breiðu semjuni, sum hann hevur eftirlýst, so má eg siga, at hon kann verða á einum ótrúliga lítlum stað. Løgmaður hevur reelt ongantíð lagt nakað í eina breiða semju, tá hann hevði møguleika fyri tí. Hann hevur eitt ótrúligt mandat sum løgmaður, men tað spurdist einki burtur úr teimum fundunum. Í dag síggi eg, at alt tað, sum vit løgdu fram á kaffifundunum, er veruleiki. Men Javnaðarflokkurin er framvegis í andstøðu. Tað hoyrist, at ein nýggj samgonga varð næstan í pottinum millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin, áðrenn seinasta semjan í samgonguni kom undan kavi. Tá Anfinn og Helena hava gjørt uppleggið til hesa nýggju kósina, so hava tey sjálvandi sæð fyri sær, at hetta fór Tjóðveldisflokkurin ongantíð at góðtaka. Tað vóru kontaktir millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin tá. Vit blivu kontaktaðir av Fólkaflokkinum og spurdir, um vit vóru til at tosa við. Kann tað so hugsast, at tey hava brúkt Javnaðarflokkin sum jarnbrot at fáa Tjóðveldisflokkin at góðtaka semjuna. - Vilja tit ikki so eru tað aðrir, sum vilja. Ein kann hava ein mistanka um, at vit vóru bara ein hentur brikkur í tí spælinum, ja at Javnaðarflokkurin hevur verið misbrúktur til at trýsta Tjóðveldisflokkin uppá pláss. Jan Müller Jólagávur í Badmintonhøllini Stóra árliga jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag stendur nú aftur fyri durum. Jólasøla Jan Müller Stóra árliga jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag stendur nú aftur fyri durum. Leygardagin og sunnudagin standa dyrnar í Badmintonhøllini opnar fyri øllum teimum, sum vilja ogna sær sjálvum ella lata øðrum í jólagávu ein av teimum vøkru og snotuligu lutunum, sum limirnir í Heimavirkisfelagnum kring alt landið hava gjørt. Hesaferð verða ikki færri enn 34 ymiskir básar í høllini. Talan er mest um bundnar lutir, men har er eisini mangt annað so sum lutir evnaðir úr træ, har eru jóladekoratiónir og annars alt, sum hugsast kann vera við til at gera jólini hugnaligari og til gleði fyri øll. Opið er leygardagin frá klokkan 10 til 20 og sunnudagin frá klokkan 14 til 19. Leygardagin klokkan 14 og sunnudagin klokkan 16 spæla ung frá Tórshavnar Musikskúla uppá trompet. Møguleiki er báðar dagarnar at keypa kaffi, te, køkur og smurt breyð. Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag plagar at verða sera væl vitjað og skilur blaðið, at tað ræður um at skunda sær, vil man ogna sær ein av teimum mongu heimagjørdu lutunum. John Johannessen - john@sosialurin.fo Privatisering einasta rætta Sámal Petur í Grund heldur, at samferðslukervið eigur at verða privatiserað, so skjótt privat feløg eru til reiðar at taka uppgávuna Tað er púra skeivt at siga, at tað ikki ber til at privatisera samferðslukervið. Hetta heldur Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýrisflokkinum, sum er fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum og nú varalimur í vinnunevd løgtingsins. Sámal Petur í Grund heldur ikki, at Strandfaraskip Landsins virkar væl sum alment felag. Men fer felagið at verða rikið av privatum, ivast Sámal Petur í Grund onga løtu í, at tað fer at virka munandi betur. Krevur treytir Tingmaður Sjálvstýrisfloksins heldur kortini ikki, at samferðslukervið bara skal privatiserast og so virka sum best ber til. Neyðugt er, at allir møguleikar verða kannaðir fyrst, so vit fáa eina trygga og álítandi skipan. Og tá leiðirnar verða privatiseraðar mugu vit seta treytir til tænastustøðið og til ein samanhang í sjálvum infrastrukturinum, vísir Sámal Petur í Grund á. Eftir ætlanini, sum Sámal Petur í Grund hugsar sær, verður Strandfaraskip Landsins ikki tikið av sum stovnur, hóast allar leiðir verða privatiseraðar. Sámal Petur í Grund hugsar sær Strandfaraskip Landsins sum sambindingarlið millum ymsu arbeiðstakararnar. Eisini skal Strandfaraskip Landsins leggja ferðaætlanina. Fáa blokk Sámal Petur í Grund er als ikki samdur við teimum, sum siga, at tað ikki fer at privatisera tær farleiðirnar, sum geva undirskot. Eins og uppskotið hjá Bjarna Djurholm leggur upp til, heldur Sámal Petur í Grund, at feløgini skulu fáa stuðul frá landinum fyri at røkja eina leið, sum hjá Strandfaraskip Landsins gevur undirskot. Suðuroyarsiglingin hevur eitt hall á umleið 6 milliónir um árið. Tekur ein privatur á seg uppgávuna at røkja suðuroyarsiglingina, eigur hesin at fáa ein stuðul á millum 5 og 6 milliónir, soleiðis at tað ber til at røkja uppgávuna. Og tað fer heilt vist at geva eina væl virkandi skipan, sigur Sámal Petur í Grund. Sámal Petur í Grund heldur, at tað saktanst kann gerast eitt gullnám hjá privatum at taka á seg eina leið, sum í dag gevur undirskot. Sámal Petur í Grund starvast sjálvur sum stýrimaður umborð á Ternuni I, sum siglir millum Skálafjørðin og Havnina fyri Strandfaraskip Landsins. Hann heldur, at hendan leiðin hevði virkað ógvuliga væl við einum nýggjum skipi, um hon var á privatum hondum. John Johannessen - john@sosialurin.fo Skeivt at privatisera nú Marjus Dam úr Sambandsflokkinum heldur, at landið eigur at byggja upp eitt nútímas føroyskt samferðslukerv áðrenn hugsað verður um at privatisera Tað gongur væl fíggjarliga í Føroyum, men samstundis verður spart so nógv, at samferðslukervið liggur í órøkt. Hetta staðfestir Marjus Dam, sum er varalimur Sambandsfloksins í vinnunevndini. Marjus Dam heldur ætlanina um at privatisera samferðsluna vera eina av mongum royndum at spara upp til fullveldi. Og at spara á samferðsluøkinum heldur hann vera alt annað enn rætt. Landið eigur at byggja samferðslukervið upp á eitt nútímas støði og síðani privatisera samferðsluna. Samferðslan í dag liggur í órøkt. Til dømis kann eg nevna, at fólk, sum búgva í Mykinese bert sleppa at ferðast nakrar fáar ferðir um vikuna, sigur Marjus Dam. Javnan prís Marjus Dam vísir á, at Leirvíksfjarðarleiðin og leiðin um Vestmannasund eru einastu farleiðirnar hjá Strandfaraskipum Landsins, sum veruliga geva yvirskot. Tí heldur hann, at landið eigur at røkja farleiðirnar, so vit øll lyfta undirskotið í felag. Landið eigur skattapeningin, sum vit rinda. Hesin skattapeningur er millum annað roknaður til samferðslukervið. Tí eigur landið eisini at syrgja fyri at byggja upp hetta kerv, sigur Marjus Dam. Marjus Dam heldur, at hetta eisini merkir, at landið eigur at syrgja fyri, at allir borgarar í samfelagnum hava somu sømdir innan samferðsluna. Eg haldi, at ferðaseðlaprísirnir áttu at verið teir somu kring alt landið. Tað eigur ikki at kosa meira hjá einum suðuroyingi at sigla um Suðuroyarfjørð, enn tað eigur at kosta hjá einum vágamanni at sigla um Vestmannasund, sigur Marjus Dam. Í hesum sambandi vísir Marjus Dam á, at tað hevði gjørst nógv dýrari at ferðast um Suðuroyarfjørð, um farleiðirnar vórðu privatiseraðar. Kanna málið Hóast Marjus Dam í fyrstu atløgu er ímóti at privatisera samferðslukervið, er hann grundleggjandi fyri privatiseringum. Tí heldur hann, at løgtingið gjølla eigur at kanna fyrimunir og vansar við at privatisera partar av samferðsluni, áðrenn støða verður tikin. Skal nakað av samferðsluni privatiserast, er heilt vist, at ein posi av pengum má fylgja við, so tey, sum røkja farleiðirnar, eisini eru før fyri at røkja tungar farleiðir og betra um tænastustøðið á teimum, sigur Marjus Dam. Sambandstingmaðurin vísir á, at leiðin um Vestmannasund áður hevur verið á privatum hondum. Tá var tænastustøðið høgt, og mennirnir, sum keyptu Sam, roknaðu við at skula keypa nýggja ferju fimm ár seinni. Men síðani gjørdist leiðin almenn, og Sam siglir enn. John Johannessen - john@sosialurin.fo Heldur býta út samskipanina Hendrik Old tekur ikki undir við at privatisera partar av samferðsluni. Í staðin heldur hann, at partur av samskipanini eigur at verða flutt úr Havn út á økini Tað er skeivt at fara og bjóða út aftur bussleiðir av nýggjum, nú menn hava gjørt sáttmálar og stórar íløgur í bussar. Hetta heldur Hendrik Old úr Javnaðarflokkinum, sum er limur í vinnunevnd løgtingsins. Hendrik Old vísir á, at samferðslan við bussum var á privatum hondum heilt fram til 1984, tá Fólkaflokkurin syrgdi fyri, at bussambandið gjørdist til almenna felagið Bygdaleiðir. Tá vórðu leiðirnar rivnar frá teimum privatu. Nú skal Fólkaflokkurin aftur ríva leiðirnar frá teimum, sum hava gjørt sáttmála við Bygdaleiðir við at bjóða koyringina út av nýggjum, sigur Hendrik Old. Heldur betur samskipan Hendril Old heldur, at besta loysnin á samferðsluøkinum hevði verið, um ein partur av samskipanini varð fluttur út Havn út á ymsu økini. Hetta hevði gjørt, at til dømis suðuroyingar fingu samskipa allan flutning í Suðuroynni av skrivstovuni hjá Strandfaraskip Landsins á Drelnesi. Og hetta hevði merkt eina nógv betur samskipan, sigur Hendrik Old. Hendrik Old hugsar sær, at Postverkið og Strandfaraskip Landsins í størri mun eiga at virka saman, soleiðis at bussarnir eisini tóku post frá til dømis Smyrli. Hetta hevði spart landinum fyri nógvan pening, og um samskipanin fór fram úti á lokaløkjunum, hevði skipanin eisini gjørtst ein ógvuliga tænastuvinarlig og effektiv skipan, sigur Hendrik Old. Javnaðartingmaðurin hevur enn ikki nærlisið uppskotið hjá Bjarna Djurholm, men hann roknar kortini ikki við, at talan er um nakað, hann kann taka undir við. Í hansara eygum fer tað ikki at loysa seg at privatisera samferðsluøkið. John Johannessen - john@sosialurin.fo Savnað samferðsla einasta loysnin Øll skulu gjalda fyri eina væl virkandi føroyska samferðslu, har vegir, ferjur og tunlar eru savnað í eina eind, heldur Heini O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum Heini O. Heinesen, umboð Tjóðveldisfloksins í vinnunevndini, hevur ikki tikið støðu til uppskotið hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, um at privatisera samferðslukervið. Men Heini O. Heinesen hevur kortini sínar egnu tankar um, hvussu føroyska samferðslukervið eigur at skipast. Eg haldi, at samferðslukervið kann sammetast við telefon- og elkervið. Vegir, skip og tunlar eru í veruleikanum ein eind, og tí haldi eg, at tey eiga at skipast sum ein eind, sigur Heini O. Heinesen. Nýtslugjald Uppskotið hjá Bjarna Djurholm snýr seg um at privatisera busskoyringina og siglingina, sum Strandfaraskip Landsins í dag røkja. Hesum er Heini O. Heinesen ikki beinleiðis ímóti, hóast hann ikki roknar við, at hetta fer at skapa betur tænastu. Besta samferðslukervið heldur Heini O. Heinesen vera eitt samferðslukerv, sum verður fíggjað av teimum, sum brúka tað. Vit áttu at havt eitt samferðslukerv, sum ikki er dýrari fyri tey, ið búgva úti um landið og noyðast at sigla til miðstaðarøkið. Samferðslukervið skal vera soleiðis skipað, at tey sum til dømis koyra úr Havn til Eiðis skulu rinda fyri at hava koyrt hendan teinin, eins og suðuroyingar rinda fyri at ferðast um Suðuroyarfjørð við Smyrli, sigur Heini O. Heinesen. Hetta heldur Heini O. Heinesen hevði verið eitt rættvísari samferðslukerv, enn tað, sum vit hava í dag. Hetta samferðslukervið hevði givið vinnuni úti um landið og vinnuni í miðstaðarøkinum somu fortreytir. Tí eftir hesi skipan skuldu øll rindað fyri at brúkt samferðslukervið. Eftir skipanini í dag eru tað bert tey, sum sigla við ferjunum, ið rinda veruligt nýtslugjald, og hetta er eitt sindur órættvíst, heldur Heini O. Heinesen. Heini O. Heinesen heldur, at skipanin fyri nýtslugjald av landsvegunum skuldi verið soleiðis snikkað saman, at kilometurteljarin varð lisin av við jøvnum millumbilum, og so skuldu fólk rinda eina ávísa upphædd fyri kilometurin. Hetta er ein skipan, sum til dømis er galdandi í Íslandi, vísir Heini O. Heinesen á. Má vera stórt felag Skal samferðslukervið ella partar av tí privatiserast, heldur Heini O. Heinesen tað vera alneyðugt, at tað verður eitt stórt felag, ið skal røkja flutningin. Verða tað ymisk feløg, ið skulu røkja farleiðirnar, er heilt vist, at útjaðarin kemur at bløða fyri tað. Tí tá verður bert áhugi fyri at røkja tær leiðirnar, sum frammanundan geva yvirskot, sigur Heini O. Heinesen. Í Uppskotinum hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum, stendur, at landsstýrismaðurin hevur rætt til at krevja, at umsøkjari, sum treyt fyri at fáa loyvi at røkja ávísa farleið, bindur seg til at skipa fyri nærri tilskilaðum flutningi á aðrari farleið. Hesum tekur Heini O. Heinesen undir við. Hann heldur, at um eitt felag fær loyvi at røkja yvirskotsleiðina um Leirvíksfjørð, eigur tað at verða álagt tí at røkja undirskotsleiðirnar til restina av Norðoyggjum umframt. Heini O. Heinesen hevur enn ikki sett seg gjølla inn í uppskotið hjá Bjarna Djurholm, men tað fer hann at gera komandi dagarnar. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Bøta um vegin á Oyrareingjum 10. desember skulu tilboð verða latin inn uppá arbeiðið at gera nýggja vegsnaring á Oyrareingjum. Og líkt er eisini til, at bøtt verður um vegin út á Signabø At vegurin av Oyrareingjum út á Signabø ikki er serliga góður, vita tey, sum búgva í økinum og hava ferðast á vegastrekkinum. Vegurin er smalur, har er nógv tung ferðsla, og ikki er serliga trygt hjá børnum og øðrum at ferðast eftir vegnum. Men nú er broyting í væntu. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, upplýsti í løgtinginum týsdagin, at arbeiðið at gera nýggja vegsnaring á Oyrareingjum er boðið út alment, og at tilboðini skulu vera latin inn í seinasta lagi 10. desember. 400.000 krónur eru settar av til hetta arbeiðið í ár. Tá ið tilboðini eru komin inn, verður farið í gongd skjótast til ber at gera nýggju vegsnaringina. Og stendur tað til Tórshavnar kommunu, so verður gjørdur ein nýggjur vegur frá tunnilsmunnanum oman á Signabø. Bjarni Djurholm upplýsti í svarinum uppá fyrispurning frá Jákup Suna Joensen, løgtingsmanni, at fleiri fyrimunir eru við at gera ein nýggjan veg frá tunnilsmunnanum og oman á Signabø. Spurningurin er so, hvør skal fíggja ein nýggjan veg - kommunan ella landið. Spurningurni er eisini, hvør so skal bera kostnaðin av at breiðka vegin millum Oyrareingir og Signabø, sum er landsvegur. Talan er um eitt vegastrekkið, sum er okkurt um 800 metrar langt, og Jákup Suni Joensen heldur tað hava stóran týdning at bøta um hetta vegastrekkið, nú farið verður undir at gera nýggja vegsnaring á Oyrareingjum. Sambært orðaskiftinum í løgtinginum í gjár, verður helst talan um eina loysn, har kommunan og landið fíggja í felag. Men enn er støða ikki tikin til, um ein nýggjur vegur skal gerast oman á Signabø, og hesin spurningurin verður í løtuni kannaður. Støða verður helst tikin til nýggja vegin og landsvegin millum Oyrareingir og Signabø undir einum. Ein annar fyrispurningur hjá Jákupi Suna Joensen týsdagin snúði seg eisini um ferðsluviðurskiftini í Kollafirði. Í dag er bert eitt busssteðgipláss í bygdini, og tað er við Sjógv. Jákup Suni Joensen vildi hava at vita, nær hetta verður broytt, tí pengar eru settir av til fleiri steðgipláss í bygdini. Í tí sambandinum kundi Bjarni Djurholm upplýsa, at tvey steðgipláss afturat verða sett upp í bygdini í næstum. Ætlanin er at leggja annað norðuri í Sundum í Kollafirði á vestaru síðu av landsvegnum, og hitt verður á Langasandi. Í samband við, at Tórshavnar kommuna og Kollafjarðar kommuna leggja saman á nýggjárinum fer Bussleiðin í Havn at koyra norður til Kollafjarðar, so eisini har er ein bati í væntu hjá kollfirðingum. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Ungdómar kjakast um politikk Um vikuskiftið skipar Føroya Ungdómsráð fyri politiskari ráðstevnu úti í Nólsoy. Fimm ungmannafeløg verða umboðað á fundinum, og fýra høvuðsevni verða umrødd á ráðstevnuni, sum verður alt vikuskiftið Hóast kommunuvalið er farið afturum bak, er framvegis møguleiki at fara á politiskan fund og ráðstevnu. Tað er FUR saman við politisku ungmannafeløgunum, sum skipar fyri ungdómspolitiskari ráðstevnu og almennum fundi úti í Nólsoy. Ráðstevnan er fyri limir í politisku ungmannafeløgunum, men øll hava møguleika at koma á almenna fundin í skúlanum. Fríggjakvøldið hevur Edvard Joensen, blaðmaður, fyrilestur um politiska ideologi og at halda seg til eina stevnuskrá. Síðani verður orðaskifti millum luttakararnar. Leygardagin verður kjakast um nøkur breið politisk evni, sum eru frammi í dagsins politiska kjaki. Lagt verður til brots kl. 9, tá evnið verður flóttafólkapolitikkur, og tað verður Ungmannafelagið Samband, sum leggur fyri. Næsta evnið verður oljuvinnan, og tá leggur Sosialistiskt Ungmannafelag fyri. Triðja evnið verður um privatiseringar, tá Fólkafloksungdómur leggur fyri. Fjórða og seinasta evnið verður Føroyar í alheimssamfelagnum, og leggur Unga Tjóðveldið fyri. Orðaskifti verður um hvørt evni. Leygarkvøldið verður almennur fundur í Nólsoyar skúla, har evnið verður okkara samfelag 2020. Orðstýrari verður Edvard Joensen, og øll eru vælkomin at luttaka á fundinum. Til ber at fara við Rituni úr Havn kl. 15 leygardagin, og møguleiki verður at gista í skúlanum og fáa bæði náttura og morgunmat fyri 100 krónur. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Nevndirnar í Runavík Býráðið í Runavík hevur skipað seg við Rodmundi Nielsen í formanssessinum. Tær fimm nevndirnar eru eisini mannaðar við trimum limum í hvørjari nevnd Av misgávum komu nakrir av nevndarlimunum skeivt fyri, tá vit skrivaðu um nevndirnar í síðstu viku. Tí taka vit afturí aftur nøvnini í nevndunum í Runavíkar býráði. Rodmundur Nielsen fekk flestar persónligar atkvøður, og hann verður býráðsformaður, meðan Hans Petur Ellingsgaard verður næstformaður. Býráðsformaðurin er altíð formaður í fíggjarnevndini, og afturat sær hevur hann Sæunn Ólavsdóttir Hansen og Ragnar S. Olsen. Eykalimirnir eru Hans Petur Ellingsgaard og Marja Lamhauge. Í teknisku nevnd sita Hans Jacob Lamhauge, formaður, Regin Olsen og Kári P. Højgaard. Havnanevndina manna Kári P. Højgaard, sum er formaður, Hans Tausen Olsen og Marja Lamhauge. Marja Lamhauge er formaður í sosialu nevnd og afturat sær hevur hon Sæunn Ólavsdótti Hansen og Hans Tausen Olsen. Í mentanarnevndini sita Hans Petur Ellingsgaard, formaður, Ragnar S. Olsen og Regin Olsen. Umframt at býráðslimirnir sita í nevndum býráðsins, eru teir eisini limir í ymsum stýrum. NØVN Í VIKUNI Minningarorð um Arnbjørn R. Thomsen Ein av teimum sum var við at stovna eitt av heimsins elstu froskmannafeløgum nevniliga Tórshavnar Froskmannafelag er ikki millum okkum longur, boð vóru eftir honum, tá ið hann sum so mangan vitjaði undir vatnskorpuni, sum mangir við honum hava ein serligan tokka til. Tað er serliga í hesum sambandi ætlanin er at minnast Arnbjørn, sum eins og á nógvum øðrum økjum, av fullum huga virkaði til frama fyri froskmannafelagið. Eg minnist tá eg og fleiri við mær sum stórir smádreingir mangan eygleiddi hesar ungu garpar sum uttan búna av nøkrum slagi, kavaðu, bæði til stuttleikar og fyri at forvinna sær eitt sindur av lummapengum. Arnbjørn var sjálvandi mitt í øllum, teir høvdu fingið eitt oksygentól frá Kjartani Mohr og eg minnist væl ein kaldan vetrardag tá ið Arnbjørn kavaði við hesum tóli og tók fríholt upp fyri Tórshavnar Havn, tá var einasti kavarabúnin ein skipstroyggja. Aftaná skúlatíðina fór Arnbjørn sum so mangur annar til Keypmannahavnar í útbúgvingarørindum, men arbeiðið fyri felagið lá ikki eftir heima minni enn so, tað var í hesum árum at felagið fekk altjóða viðurkenning og limaskap í altjóða felagsskapinum CMAS enntá undan danska felagskapin. Hesin limaskapur gav føroyskum froskmonnum høvi at luttaka í altjóða kappingum, og soleiðis kom Arnbjørn á fyrsta sinni til Cuba, til eina oyggj og eina samfelagsskipan, hann síðani hevur haft ein serligan tokka til, hann hevur síðani ikki verið til at vika í síni sannføring um, at hetta var rætta leiðin, sjálvt ikki tá ið alt datt sundur eystanfyri. Hesa tíðina kom Froskmannatíðindi regluliga út og nógv av tí, ið har varð skrivað stóð Arnbjørn fyri eins og hann stóð fyri blaðnum meginpartin av tíðini tað kom út. Men tað var ikki bert her at tað varð skrivað, væl lá fyri og dúgliga varð tjakað í bløðunum. Hvør minnist ikki tíðindabrævið frá Cuba sum varð lisið í útvarpinum. Tað var ein minnisrík tíð at minnast aftur á, nógv tiltøk vóru, og vit vóru nógvastaðnis bæði innan og uttanlands, Arnbjørn tók sær altíð av tí praktiska og væl gekst, vit komu vegin fram, um tað var til Klaksvíkar á landsfelagsstovnu ella til heimsmeistaraskap í spjótfisking í Italiu, tað var altíð gott og stuttligt at vera við í ferðini, har Arnbjørn var við. Sum fráleið komu aðrar uppgávur at taka yvir; hugsjónirnar komu fram í >>Fríu Føroyar<<, og >>Brigadurnar<< fóru til Cuba, so var tað familian og arbeiðið, fyrst Hjá Esmari og so hjá Blákross. Men vit í Froskmannafelagnum eru honum sera takksamir fyri at hann var við at slóða fyri og seta skjøtil á. Vit hava eitt livandi felag við einari langari hendingaríkari søgu og eina framtíð. Takk fyri Arnbjørn. Vegna Tórshavnar Froskmannafelag Knúd Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Vilja ikki hava onnur uppí trætuna Hvørki Maskinmeistarafelagið, ella Føroya Skipara- og navigatørfelagið halda, at tað er nøkur loysn at fáa semingsmann uppí trætuna um sáttmálan hjá teimum, sum skulu sigla við Brimli Tað er ongin loysn at fáa semingsmenn uppí sáttmálatrætuna ímillum Fíggjarmálastýrið øðrumegin og Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið hinumegin. Tað halda bæði Finnleif Guttesen, formaður í Maskinmeistarafelagnum og Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum. Annars skal fundur vera í dag ímillum Fíggjarmálastýrið og Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið um sáttmálatrætuna hjá teimum, sum skulu sigla við nýggja vaktarskipinum, Brimli. Sambært útvarpinum, ætlar Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, at leggja uppskot fyri partarnar um at fáa ein semingsmann uppí samráðingarnar at royna at fáa semju. Men tað skal ikki vera nógv galið, at hesar royndirnar longu frammanundan eru dømdar at miseydnast Tí tað er so langt ímillum partarnar, at manningarfeløgini síggja onki endamál at fáa semingsmann uppí. Ellintur Abrahamsen sigur, at teirra støða er so mikið greið, at hann heldur, at tað er ivingarsamt, hvat ein semingsmaður kann avrikað. Fyri okkum er hetta bara ein spurningur um krónur og oyru. Og skuldi ein semingsmaður komið við einum uppskoti til sáttmála, har lønarkrøvini hjá okkum bara so mikið sum eru eru koyrd í helvt, verður tað sópað av borðinum, ger Ellintur Abrahamsen greitt. Eisini Finnleif Guttesen er ímóti at fáa semingsmann uppí. Hann sigur, at lógin um semingsstovn umfatar ikki tað almenna, og tí er Maskinmeistarafelagið ímóti at fáa semingsmann uppí. Bæði Ellintur Abrahamsen og Finnleif Guttesen halda, at einasta orsøkin til, at Karsten Hansen ætlar at boðsenda semingsmanni nú, er tí, at hann hevur skálkin aftanfyri oyrað. Óivað veit hann, at tað er so langt ímillum partarnar, at ein semingsmaður fær onki gjørt. Men tá ið eitt møguligt semingsuppskot er afturvíst, ætlar hann at at brúka tað sum eitt jarnbrot fyri at fáa løgtingið uppí málið. Tað einasta, hann er úti eftir, er, at um vit vraka eitt semingsuppskot, hevur hann eitt ítøkiligt semingsuppskot, sum hann kann leggja fyri tingið, og sum hann vil hava løgtingið at gera til lóg, halda teir báðir fakfelagsleiðararnir. Jústinus Eidesgaard - justinus@sosialurin.fo 24 dagar til jóla Nú sæst jólapynt kring landið 24 dagar til jóla Jústinus Leivsson Eidesgaard Í dag verður fyrsta lúkan latin upp í teim mongu jólakalendarunum sum hanga hjá børnum kring landið. Summir hava bara vanligar lúkur at lata upp, við eini mynd innan. Aðrir eru meira spennandi við góðgæti, sjokolátu og øðrum góðum og hesir plaga at freista tey mest lekkursultnu systkinni, tí at lána eitt sindur fram í tíðina frá hinum. Og onnur eru so sparin, at tey vilja ikki eta sítt góðgæti beinanvegin. Keðiligt, um vit øll vóru eins. Kring býin í Havn sæst longu pyntið. Litfagrar perur eru komnar upp at hanga og mikudagin vóru longur Jólatrø at síggja í SMS. Nógv børn leitaðu sær í SMS hendan dagin at lukta til jólini. Jólini eru fyri framman, ein spennandi og dýr tíð Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Triðja hvør var atkvøða blank Mótmælisval í Mikladals kommunu: Fólk á Trøllanesi eru misnøgd við viðurskiftini í Mikladals kommunu. Hesaferð stillaði eingin av Trøllanesi upp til kommunuvalið, og nógv fólk í bygdini atkvøddu blankt Tað vóru óvanliga nógvar blankar atkvøður í Mikladals kommunu á kommunuvalinum í síðstu viku. Fólk á Trøllanesi og í Mikladali velja limirnar í Mikladals kommunu, og triðja hvør atkvøða, sum tey sleptu niður í atkvøðukassan, var blank. Orsøkin til hetta er, at tað er stór misnøgd á Trøllanesi við viðurskiftini í kommununi, og uttan at nakar kann siga tað við vissu, eru ivaleyst flestu av teimum blanku atkvøðunum komnar frá fólki á Trøllanesi. Formaðurin í valstýrinum í kommununi er Jógvan Joensen av Trøllanesi. Vit kunnu sjálvandi ikki vita, hvat fólk hava atkvøtt, men tað eru uttan iva nógv fólk á Trøllanesi, sum hava atkvøtt blankt, heldur hann. Eingin av Trøllanesi stillaði upp 51 fólk høvdu valrætt á valinum hesaferð, og av teimum eru 12 fólk á Trøllanesi. 46 fólk vóru á vali, og av teimum atkvøddu 15 blankt. Tað er óvanligt, at so nógvar blankar atkvøður eru í Mikladals kommunu. Men orsøkin til tað er helst, at tað er misnøgd við ymisk viðurskift, sigur Jógvan Joensen, formaður í valstýrinum og fyrrverandi bygdaráðslimur. Ein listi var til kommunuvalið hesaferð, og tað vóru bara fólk í Mikladali, sum stillaðu upp. Vanligt hevur verið, at bæði fólk úr Mikladali og av Trøllanesi hava verið á listunum, sum hava verið gjørdir til kommunuvalið. Men hesaferð gjørdu fólk í Mikladali sín egna lista uttan fólk av Trøllanesi. Kanska er orsøkin til tað, at á seinasta valinum fingu fólk á Trøllanesi meirilutan í bygdaráðnum. Listin hjá teimum í Mikladali gjørdi, at fólk á Trøllanesi kendu seg sett til síðis, og tey høvdu ikki hug at gera sín egna lista til valið. Og tað er helst eisini orsøkin til, at so nógvar blankar atkvøður vóru á valinum. Stríð um skúlan Misnøgd er eisini millum fólk á Trøllanesi, tí skúlin á Trøllanesi ikki verður brúktur. Bygdaráðið avgjørdi seint í áttatiárunum, at øll børnini í kommununi skuldu ganga í skúlanum í Mikladali. Í løtuni eru seks børn úr hvørjari bygd í skúlaaldri, og eftir summarfrítíðina verður eitt fleiri á Trøllanesi. Tí halda fólk í bygdini, at skúlin á Trøllanesi eisini átti at verið brúktur eisini. Eitt tað seinasta fráfarandi bygdaráð gjørdi var at samtykkja, at skúlin skuldi takast í nýtslu aftur. Men spurningurin er, um tann avgerðin verður gjøgnumførd, sigur Jógvan Joensen, sum er ein av teimum, sum nú fer frá. Saman við Jógvani Joensen sótu eisini Anja Eliasen og Bárður Østerø av Trøllanesi í fráfarandi bygdaráðnum Viðurskiftini eru broytt Umframt málið um skúlan á Trøllanesi, er misnøgd eisini um onnur viðurskifti hjá kommununi. Millum annað um eitt lán upp á eina millión krónur, sum varð tikið í áttatiárunum, og sum hevur kostað kommununi nógvar pengar í rentum. Tað plagdi at verða góð viðurskifti millum bygdirnar, men eftir at beint varð fyri skúlanum á Trøllanesi, hevur misnøgd verið millum fólk, sigur Jógvan Joensen. Tað er spell, at báðir skúlarnir ikki verð brúktir, tí tað gera tey í hini kommununi í oynni, sigur hann. Í nýggja bygdaráðnum í Mikladals kommunu sita Markus S. í Norðnástovu, Christian Andreasen og Sigrun Heldarskarð. Kommunuval í Kalsoynni Tvær kommunur eru í Kalsoynni - Mikladals kommuna og Húsa kommuna. Til Mikladals kommunu hoyra bygdirnar Mikladalur og Trøllanes, meðan hinar báðar bygdirnar í oynni - Húsar og Syðradalur - manna Húsa kommunu. Á kommunuvalinum hesaferð høvdu 51 fólk vælrætt í Mikladals kommunu, og í Húsa kommunu høvdu 37 fólk valrætt. Fimm fólk hava sitið í bygdaráðunum í oynni, men nú er talið minkað niður í trý fólk. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Fekk teknirøðina aftur í heysin Ikki øll eru áhugað í at selja provokerandi teknirøðina hjá Jógvani á Høvdanum Jógvan á Høvdanum, yngri, dámar væl at arga við síum tekningum, og hann hevur eftir øllum at døma arga so illa, at summi vilja einki hava við teknirøðina hjá honum at gera. Í vikuni fekk hann at vita frá eini kiosk í miðbýnum í Havn, at teimum dámdi ikki nýggju teknirøðina hjá honum, og at tey tí ikki vildu selja hana. Hann fær tí øll eintøkini sendandi retur. Onkur kiosk hevur sagt nei framman undan til at selja mína teknirøð, men hetta er so fyrsta kioskin, sum sendir mær teknirøðina aftur, tí tey hava funnið út av, hvat er í henni, sigur Jógvan á Høvdanum. Eg haldi, at tað er løgið at sama kiosk uttan trupulleikar kann selja donsk vikubløð við naknum konufólkum. Í mínari teknirøð er einki nakið konufólk, sigur hann. Selt væl Jógvan á Høvdanum, sum seinastu tvey árini hevur teknað Totalt langt úti í ungdómsblaðnum hjá Dimmalætting, kom fyri einum mánaði síðani við vínu fyrstu teknirøð. Teknirøðin hevur eisini fingið navnið Totalt langt úti, og hon er eisini enn meiri ágangandi og avbjóandi enn teir strimlarnar, sum fólk kenna frá Krydd. Tey ungu hava tikið væl ímóti teknirøðini, men summi tilkomin fólk hava skeldað meg út, tí eg tekni sovorðið býtt og ljótt, sigur Jógvan á Høvdanum. Higartil eru eini 500 eintøk av Totalt langt úti seld, men Jógvan á Høvdanum vónar, at tað koma at liggja nakrar av hansara teknirøðum undir jólatrøunum seinni í mánaðinum. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Næraberg farin til fiskiskap 73 fólk eru við Næraberg, nú hann er farin avstað. Av teimum eru 13 konufólk Mikudagin fór trolarin Næraberg aftur til fiskiskap. Hann fer at royna eftir svartkjafti í føroyskum og íslendskum sjógvi. Næraberg hevur seinastu tíðina verið til umvælingar í Noregi, og tað arbeiðið varð seinkað einar tríggjar vikur. Ætlanin var, at Næraberg skuldi koma aftur í oktober mánaði, men tað helt ikki. Í Noregi er ymiskt arbeiðið gjørt við á fabrikkini, sum er munandi broytt. Málið við umvælingunum er, at meira skal fáast burtur úr fiskinum. 73 fólk eru við Næraberg, nú hann er farin avstað. Av teimum eru 13 konufólk. Skipari er Ólavur Biskopstø ODDAGREIN: Í fagrasta blóma Tann seinasta vikan er dømi um, at mentannarlívið í Føroyum stendur í fagrasta blóma. Hesa vikuna hava vit sæð, at vit eiga ein tann fremsta listarmannin í Evropa. Konsertin í Norðurlandahúsinum til minnis um svian Bjørn Afzelius vísti, at vit hava úrmælingar í tónleiki, og at vit ikki bara hugsa og virka innan fyri okkara egna eingjargarð. Vit hava sæð bók um føroyska bátin, sum skarar framúr millum bøkur og ritgerðir. Harafturat vísti kvøldsetan til minnis um Jørgen-Frantz Jacobsen, at vit eru frammarliga, tá tað snýr seg um tónlistasmíð og sanglist. Harafturat koma onnur tiltøk í høvuðsstaðnum og kring landið í hesum tíðum. M. a. kvøldsteur um sjónleikahøvundan Daroi Fo og málfrøðingin og yrkjaran Christian Matras. Harafturat koma allar bøkurnar og fløgurnar, sum dagliga koma út hesa ársins tíð. Hesi nevndu tiltøkini og útgávur vísa, at vit hava virkin mentafólk á nógvum økjum. Tað eru fólk, sum leggja nógva orku í list sína, bæði sum arbeiði og serliga í frítíðini. Alt hetta virksemi fer fram, hóast vit ferð eftir ferð hoyra, at vit hava ikki ein orðaðan mentanarpolitikk. Hvørki í landshøpi ella í kommunalum høpi. Og at vit heldur ikki samsýna mentanarfólk - serliga ikki rithøvundum - fyri tey avrik teir leggja í hondum. Sjálvandi skulu vit orða ein mentanarpolitikk, sum tekur støði í tí vit hava og í teimum málsetningum, vit seta okkum. Harafturat eru óivað tey flestu samd um, at vit eiga at hava ráð at løna sjónleikarum og at vit eiga at hava ráð til at lata rithøvundar fáa løn á ein ella annan hátt, tá teir skriva størri ella smærri verk. Hetta hevur stóran týdning, tí vit eru jú eitt rættiliga avmarkað máløki, og bara lítil partur av okkara bókmentum verður týddur til onnur mál. Harafturat kemur, at vit eiga at gera alt vit kunnu fyri at verja og stimbra mál okkara, sum er fyri útlendskari ávirkan hvønn dag frá morgni til myrkurs. Øðrvísi er við okkara málningalist. Landamørk forða ikki fólki at skilja fagurliga list. Tað síggja vit eisini í hesum døgum, nú fleiri føroyingar fara at sýna fram føroysk listarverk í einum av heimsins høvuðsstøðum innan list - í sjálvum New York. Aftur eitt dømi um at føroysk mentan er í føgrum blóma. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Flytingar Orsakað av kvinnulandsdystinum eru tveir dystir, sum annars skuldu verið leiktir sunnudagin, fluttir. Neistin-Kyndil verður fluttur til komandi mikudag, og dysturin, VÍF-Tjaldur, verður fluttur til mikudagin, 13. desember Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Neytamykjukapping Kyndil hevur lýst við neytamykjukapping leygardagin 2/12-00 kl. 12:00 á vøllinum á Læraraskúlanum. Vegna ymsar orsøkir verða vit noydd at flyta tiltakið til næsta vikuskifti, sama stað og somu tíð - t.v.s. 09/12-00. kl. 12:00 dagin fyri klassikaran, Kyndil - VÍF, I kv/menn, ið verður 10/12-00 kl. Tarvurin er ein 2 ára vistfrøðuligur tarvur av Skúvoy og vinnarin skal ikki ómakasær annað enn at hava nokk av frystiplássi. Kyndil slaktar, partera og vakumpakkar døgverðanar um vinnarin ynskjur tað. Lutir kunnu keypast á tlf.:211702 (Hanus Kúrberg). Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Neistin fekk glið á Neistin tykist nú vera á veg úr aldudalinum, sum teir hava verið í. Sigurin mikukvøldið var hin fyrsti í ein mánað Tjaldur-Neisitn 23-25 (11-17) Hondbóltur Spenningurin var stórur í Runavíkini undan dystinum millum Tjaldur og Neistan. Meðan tað hevur gingið av skriðuni til hjá Neistanum, hevur Tjaldur veruliga fingið ferð á í seinastuni, og tí vóru helst mong, sum vónaðu, at liðið eisini fór at knógva føroyameistarunum. Tey fingu tó sum frammaná, tá dysturin byrjaði, tí Neistin legði fyri sum eitt óløgið. Seinni í dystinum fekk Tjaldur tó samband aftur við teir, men nærri enn einum máli komu teir tó ongantíð. Vóru uppsettir Jákup Sverri Kass, sum hesu ferð var toppskjútti hjá Neistanum, segði eftir dystin, at nú roknaði hann við, at skeiva gongdin var vend. Tað er heilt klárt, at moralurin á liðnum hevur betri síðstu tíðina. Hetta hevur eisini verið at sæð aftur undir venjing, og tað gevur so eisini úrslit í dysti, sigur Jákup Sverri. Trupulleikin hjá okkum hevur eisini verið, at vit ikki hava duga at takla niðurtúrin, sum vit hava havt í ár. Kanska tí tað í fjør gekst okkum so væl. Vit hava jú mist fleiri berandi spælarar, og í kvøld var Kári heldur ikki við (bortið fingurin), so nú ráddi um at taka ábyrgd, sigur løgtingsmaðurin. Hesu ferð vóru vit veruliga uppsettir til dystin. Taktikkfundur var longu í gjár, og tað kendist alla tíðina, sum um allir leikararnir veruliga fóru á vøllin fyri at vinna. Ungt lið Annars fegnaðist Jákup Sverri serliga um, at tað var við einum somikið ungum liði, at Neistin hevði reist seg mikuvøldið. Verður sæð burtur frá teimum báðum, Jacob og Lars, so var elsti maður á liðnm Jákup Sverri sjálvur, og við sínum 23 árum, kann hann ikki roknast sum nakar gamal spælari. Dysturin í tølum Málskjúttar: Tjaldur: Sverri Justinussen 8, Zoran Sarchevic 8(2), Svein í Heiðunum 3, Mortan Hansen 2, Ken Bærendsen 1, Áki Hansen 1 Neistin: Jákup Sverri Kass 6(4), Ári Rouch 5, Ræni Slættanes 4, Jakob Jónsson 3, Ragnar Zachariassen 3, Áki mørk 3, Helgi Justinusen 1 Brotskøst: Tjaldur 2, Neistin 4 Útvísingar: Tjaldur 3, Neistin 4 Dómarar úr H71: Kristian Martin Skála og Petur S. Dahl Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo John avgjørdi StÍF, sum aftur hevur John Petersen á liðnum, vann tryggan sigur á KÍF KÍF-StÍF 21-33 (10-13) Hondbóltur Eftir at hann eina tíð hevur verið í dvala, hevur John Petersen nú aftur funnið skógvar og harpiks fram, og mikukvøldið var hann høvuðsmaðurin aftan fyri greiða StÍF sigurin á KÍF. Vildi hava hvíld Um orsøkina til, at hann nú er byraður við hondbóltinum aftur, sigur John, at tað hevur hann sum so alla tíðina ætla. Eg havi ætla mær nóg so leingi at fara í gongd aftur, men hinvegin vildi eg eisini hava nakað av hvíld, eftir eitt langt og strævið kappingarár, sigur hann. Flestum kunnugt telist John eisini millum fremstu fótbóltsleikarar okkara, og hevur hann tí spælt fótbólt í alt summar. Spurningurin er so bert, hvussu leingi John fær hjálpt bygdafeløgum sínum. Venjingin í Íslandi, har hann spælir fótbólt, byrjar seinna partin av mars mánaði, men harumframt hevur fótbóltslandsliðið eisini sítt at síggja til í vár. Avgjørdu í seinna Um dystin sjálvan heldur John, at tað var í seinna hálvleiki, at hesin varð avgjørdur. Seinasta partin av fyrra hálvleiki fingu vit nøkur mál á rað, og beinanvegin í seinna runnu vit so frá teimum, sigur hann. Annars tóktist John væl nøgdur um spælið hjá StÍF í dystinum. Ikki minst ta sannroynd, at sjálvsálitið nú aftur man vera á veg uppeftir, eftir at StÍF annars hevði tapt tveir dystir upp í slag. Dysturin í tølum Málskjúttar: KÍF: Ilija Topic 7, Regin Petersen 3, Curica Tomic 3(1), Petur Martin Johansen 2, Kristjan Madsen 2, Petur Martin Poulsen 2, Suni Davisen 1, Vagnur Johannesen 1 StÍF: John Petersen 9(2), Leivur Justinussen 6, Kristian Petursson 6, Jón Rasmussen 3, Costin Dumitrescu 3(2), Marius Joensen 3, Alexandur Johansen 1, Artur Johansen 1, André Danielsen 1 Brotskøst: KÍF 1, StÍF 6 Útvísingar: KÍF 5, StÍF 2 Dómarar úr Kyndli: Hans Thomassen og Hanus Kúrberg Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo H71 blandar seg upp í toppin Sigursgongdin hjá Kyndli fekk ein bráðan enda, tá teir mikukvøldið hittu H71. Í einum sera tættum dysti tryggjaðu hoyvíkingar sær øll stigini í allar seinastu sekundunum Kyndil-H71 26-27 (14-13) Seinastu vikurnar hevur talan nærum verið um eina endurreisn av Kyndli. Sigursvanda havnarliðið hevur ikki verið meistari í bestu mansdeildini síðani 1995, men støðugt góð avrik tríggjar vikur upp í slag høvdu kanska givið áskoðarunum vónina um, at nú skuldi tað verða aftur. Í øllum førum mundu tey rokna við, at lið teirra nú av álvara fór at taka upp kappingina við VÍF, og undir ongum umstøðum mundu tey rokna við, at H71 skuldi fara at steðga teimum. Jónleif úr spælinum Fyrstu løtuna av dystinum mikukvøldið var heldur ikki líkt til, at tað skuldi ganga, sum tað gekk. Ikki tí. Hoyvíkingar høvdu avgjørt onkrar ætlanir við dystinum. Milum annað fóru teir frá fyrsta bríkslið út at mansverja Jónleif Sólsker, soleiðis at Kyndil ikki skuldi fáa glið á spælið. Partvíst eydnaðist hetta eisini, tí Kyndil fekk ikki vanliga kvika álopsspælið at koyra. Við fimm móti fimm gjørdist tað tó lættari hjá Kyndli at spæla verjuna tunna, og hetta dugdu teir fleiri ferð at gera sær dælt av. >>Armar, armar<< hoydi tú fleiri ferð Sverra Jacobsen rópa av venjingarbeinkinum, men ikki fyrr enn hann hevði togað spælarar sínar út til eitt Time-out, tóktust teir at skilja hetta. Støðan var tá 6-2 til Kyndil, men eftir hetta fingu hoyvíkingar brádliga betri tak á. Teir tóktust ágrýtnari í verjupartinum, og eisini í álopinum byrjaði at gangast betri. Álopsspælið gekk kanska ikki so skjótt, og var kanska eisini einstáttað, tí Halgir var nærum einsamallum um at hótta, men eina av fremstu dygdunum duga teir. So at siga øll álop verða avsluttað, og hetta merkir aftur, at tað sjáldan eydnast mótstøðuliðnum at fáa gongd á nakað veruligt kontraspæl. Nakað sum annars hevur eydnast væl hjá Kyndli seinastu dystirnar. Sverri átti ein trumf Seiastu fimm minuttirnar undan steðginum fekk H71 minkað leiðsluna niður í eitt mál, og so var linjan líka sum løgt til seinna hálvleik. Ongan tíð vóru meira enn tvey mál á muni, og hetta viðførdi, at spenningurin alla tíðina var í hásætinum. Í eini roynd at steðga hoyvíkingunum, gjørdi Kyndil nú av at mansverja Halgir, sum átti bróðurpartin av hoyvíksmálunum í fyrra hálvleiki. Kanska høvdu hoyvíkingar roknað við hesum, kanska ikki. Í øllum førum áttu teir eitt effektivt mótvápn ímóti hesum. Stefan Dorofte hevur verið skaddur stóran part av árinum, men hesu ferð sást hann sita á beinkinum. Nú Halgir varð mansvardur, gjørdi Sverri av at nýta rumenan í álopspartinum, og hóast hann enn er sjónliga darvaður av skaðanum, so eru hondbóltsevnini tó eyðsýnd. Harumframt gjørdi Sverri nú brádliga av at mansverja Bjarna Wardum, heldur enn Jónleif Sólsker, og hetta skapti aftur nakað av órógv, fram til Jónleif aftur hevði funnið stevið, og skifti hoyvíkingar aftur mansverju, so tað enn eina ferð varð Jónleif. Nógv stóð á Tá farið varð um miðjuna av hálvleikinum eydnaðist brádliga hoyvíkingum at leggja seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, og nú stóð av álvara nógv á hjá Kyndli. Eisini tí Egin Høgnesen í seinna hálvleiki stóð sera væl, og fleiri ferðir megnaði at steðga kyndilsleikarum í góðari skotstøðu. Millum annað tók hann eitt brotskast frá Jónleif, stutt undan hoyvíkingar tóku leiðsluna, og nakað seinna framdi hann enn eina avgerandi brotskastsbjarging. Hetta var tá Bjarni í næst seinasta minuttinum hevði møguleikan at javna til 26-26. Royndin úr sjey metrum miseydnaðist, og tá Bjarni í sekundunum eftir hetta fekk tveir minuttir, tóktist sigurin at vera H71 vísur. Eisini tí Kyndil við hesum noyddist at sleppa mansverjuni, har teir nú royndu at steðga bæði Halgiri og Dorofte. Møguliga gjørdist trýstið ov stórt hjá hoyvíkingum, men tað var undrunarvert, at tað var royndi rumenski leikarin, sum mundi kostað teimum sigurin. Fyrst framdi hann álopsfeil, tá hoyvíkingar vóru í yvirtali, og tá Kyndil so fór í álop, fekk hann eina óneyðuga útvísing fyri at renna Una um koll. Tað eydnaðist Kyndli at vinna seg upp aftur á javnt, men tá tvey sekund restaðu í, kom avgerandi løtan. Fyrst átti H71 tríggja metra kast, har tey flestu helst roknaðu við, at teir fóru at stilla upp til skot. Hetta varð tó av ongum, og ístaðin endaði alt við, at Halgir gjørdist somikið leysur, at Hans Áki sá seg noyddan at taka hann. Brotskastið setti Halgir trygt í netið, og so kundu hoyvíkingar fegnast um, at tað endiliga aftur hevði eydnast teimum at vinna eina grannauppgerð. Kyndilsleikararnir vóru sjálvsagt vónbrotnir, men iðranin kundi helst verið størri, tí satt at siga, so mundi Hans Áki vera heppin, at hann ikki fekk reyða kortið fyri mótmæli síni móti seinasta brotskastinum til H71. Stríð um heiðursmerki Fyri Hoyvíkingar mundi tað vera eitt stórt framtak fyri sjálvsálitið, at teir nú eisini hava knógvað grønu grannunum. Teir eru av álvara farnir at blanda seg upp í stríðið um heiðursmerki, og framburðurin sæst bæði í spælinum og ikki minst í hugburðinum. Eisini man tað kennast hugaligt, at teir nú hava fingið Stefan Dorofte aftur á liðið. Fyrstu dystirnar tóktist annars, sum um hann hevði ilt við at fella inn í spælið hjá hoyvíkingum, men mikukvøldið sýndi hann, at hondbóltsevnini eru avbera góð. At ein hálvskaddur leikari megnar at skjóta átta mál í einum hálvleiki er í øllum førum ikki gerandiskostur. Fyri Kyndil mundi tapið hinvegin kennast sum eitt bakkast av teimum stóru. Spurningurin er so, hvørt teir megna at fáa glið á aftur beinan vegin Dysturin í tølum Málskjúttar: Kyndil: Bjarni Wardum 8 (1), Rúni Poulsen 3, Uni Wardum 3, Regin Petersen 3, Høgni Klein 3(1), Janus Einar Sørensen 1, Jónleif Sólsker 1, Hans Áki Dal-Christiansen 1 H71: Halgir Dahl Olesen 11(1), Stefan Dorofte 8(1), Johnny Durhuus 2, Rolf Mouritsen 2, Hallur Danielsen 2(2), Anfinn N. Debess 2 Brotskøst: Kyndil 5, H71 7 Útvísingar: Kyndil 7, H71 3 Diskvalifikatiónir: H71 (beinleiðis reytt til leikara á beinkinum) Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen. Hildu eins og vanligt eina harða linju, og hóast mótmælini viðhvørt vóru heldur harðlig, tá støðan var spent, lótu teir seg ikki ávirka. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Torført at seta nakað mál Liðskiparin á føroyska kvinnulandsliðnum, Jórun Ludvig, dugir illa at siga, hvussu vónirnar eru undan fyrsta dystinum móti Svøríki Landsdystur Einnki er at ivast í, at føroysku hondbóltsgenturnar eru spentar, nú tað av álvara stundar til stóru uppgávuna, sum leingi hevur ligið fyri framman. Landsdysturin móti Svøríki er fyrsti dystur hjá kvinnunum í fýra ár, og harumframt tykist hetta eisini vera byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið í føroyskum kvinnuhondbólti. Spenningurin er stórur Hósmorgunin hittu vit liðskiparan á føroyska liðnum, Jórun Ludvid, á máli, og hon duldi heldur ikki fyri, at spenningurin var stórur hjá teimum. Sjálvandi eru vit spentar. Seinastu tíðina hava vit nærum ikki hugsað um annað, so tað næstan soleiðis, at mann hevur mist svøvnin. Spenningurin er uttan iva eisini tengdur at, at alt hetta er so at siga ókent hjá leikarunum, og Jórun ásannar eisini, at tær illa duga at siga, hvar tær flóta. Í øllum førum er torført at fáa nakað beinleiðis svar, tá vit spyrja, hvørjar vónirnar eru til dystirnar. Hatta er ein spurningur, sum sera torført er at siga nakað um. Á venjingarleguni um vikuskiftið tosaðu vit nógv saman um hetta, men nakað veruligt mál um úrslit hava vit als ikki sett okkum. Hóast Sophus hevur sæð Svøríki spæla fleiri dystir, so kenna vit, sum skulu spæla, ógvuliga lítið til liðið. Vit vita sjálvandi, at Åse Erikson er framúr, og einki er heldur at ivast í, at hinar á liðnum eisini eru væl betri enn vit, um roknað verður leikara fyri leikara. Sostatt hava vit ikki ánilsi fyri, um vit skulu seta okkum sum mál at tapa við minni enn 30 málum, ella um vit skulu vinna við tveimum. Tá vit hava spælt dystin friggjadagin, duga vit helst betri at siga, hvar vit liggja í mun til mótstøðuna, og so kunnu vit nýta leygardagin til at seta okkum eitt meira nágreinuligt mál til seinna dystin. Fara at stríðast Hava tær ikki nakað greitt mál við úrslitinum, so er hugburðurin undan dystinum tó púrasta greiður sambært liðskiparanum. Vit fara allar inn fyri at stríðast. Vit eru samdar um, at líka mikið hvussu víkir og vendir a vøllinum, so skulu allar geva seg fult út alla tíðina. Eisini um vit koma aftur um við nógvum málum. Jórun vísir í hesum sambandi á, at hon saman við øðrum á landsliðnum hevur roynt, hvussu stór yvirmaktin kann verða, tá talan er um altjóða hondbólt. Við ungdómslandsliðnum taptu vit ta einu ferðina 40-10 fyri Danmark, og tað var alt annað enn stuttligt. Eisini tí, at vit undan dystinum settu okkum sum mál at vinna, og tá vit so komu langt afturum, fullu vit fullkomuliga í fátt. Hetta er so avgjørt ikki nakað, sum tær ætla skal henda í kvøld, og Jórun sigur eisini, at tær lærdu nakað av taptinum, sum teimum tá var fyri. Tá man hevur roynt slíkt eina ferð, so lærir man sjálvandi av tí. Árið eftir vóru vit aftur í kapping móti danska landsliðnum, og tað ferðina var hugburður okkara heilt øðrvísi. Hetta sást eisini aftur í úrslitinum, tí seinnu ferðina var tapið 15 mál. Tað, sum hon serliga vísir á við hesum, er, at tað er altavgerandi, at liðið stríðis til tað seinasta. Hóast tað gongur av skriðuni, so skulu vit ikki vera illa við av at vera á vøllinum. Heldur eiga vit alla tíðina at stuðla upp undir hvørja aðra og standa saman. Geva vit upp, kunnu vit í øllum førum ikki rokna við nøkrum sum helst. Savnaðar alt vikuskiftið Fríggjamorgunin kl. 9.00 savnast landsliðið til venjingar í Gundadalshøllini, og síðani verða tær saman til eftir dystin sunnudagin. Tíðliga seinrapartin gongur leiðin til Klaksvíkar, og millum dystirnar, fara tær allar at búleikast á Hotel Føroyum. Jórun heldur so avgjørt, at hetta er ein fyrimunur fyri tær, so á tann hátt kann orka nýtast til at hugsa um dystirnar móti Svøríki. Vit royndu at skipa soleiðis fyri, at vit kundu savnast longu hóskvøldið, men hetta lat seg ikki gera av praktiskum ávum, sigur hon. Eftir er so bert at takka liðskiparanum fyri samrøðuna, men áðrenn hetta verður gjørt, skulu vit sjálvandi eisini ynskja kvinnunum góða eydnu til dystirnar báðar. Tveir dystir, sum kunnu gerast strævnir, men sum so avgjørt eisini eiga at gera sítt til, at lyfta hondbóltin her á landi. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Støðan, 1. deild menn Úrslit mikukvøldið Kyndil-H71 26-27 KÍF-StÍF 21-33 Tjaldur-Neistin 23-25 Magnus Gunnarsson Grand Pajero - jeepur við sjálvberandi karossaríi Tað er ikki á hvørjum degi at jeepar skifta modell, men nú kemur tann vælumtókti jeepurin hjá Mitsubishi, Pajero, í heilt nýggjari Grand Pajero útgávu Bilar Magnus Gunnarsson Sjálvberandi karrossarí Sum nakað heilt nýtt er Grand Pajero nú komin við sjálvberandi karrossaríi, í staðin fyri chassisrammu, sum er vanligt fyri jeepar í hesi støddini. Tað eru fleiri fyrimunir við sjálvberandi karrossaríi, sum til dømis tað at bilurin verður lættari, og tryggari við ein samanstoyt, tí at hann kroystist saman á teimum røttu støðunum, og harvið verða tey sum sita í bilinum betur vard. Skivubremsur á øllum hjólunum Hóast hetta er ein heilt nýggjur bilur, sæst á modellinum at talan er um ein Pajero. Linjurnar eru nakað rundari, og bilurin sær kraftigari út. Kanningar vísa at flestu jeepar sjáldan koyra uttanfyri vanligan koyriveg. Hetta hevur ført til at bilverksmiðjurnar gera jeeparnar so góðar sum persónbilar at koyra, uttan at tað gongur út yvir off-road eginleikarnar. Pajero hevur ikki fastar akslar, men hjólini eru óbundin av hvørjum øðrum, eins og hann hevur skivubremsur á øllum hjólunum. Invecs ll automatgear Ein heilt nýggjur dieselmotorur er við í skránni fyri nýggja Grand Pajero. Talan er um ein 4 syl. 3,2 litur turbo diesel við intercoolara, common rail innspræning og 165 hk, sum hóskar sera væl til bilin, við tað at hann hevur góða trekkkraft, og klárar seg væl í brøttum lendi. Sum nakað nýtt fæst Grand Pajero við nýggja 5-trins gearkassanum hjá Mitsubishi, Invecs ll, har til ber at velja ímillum manuelt og automatgear. Invecs ll skiftir gear so lætt at tað næstan ikki merkist, og lagar seg elektroniskt eftir koyringini hjá bilføraranum. Opið hús leygardagin Grand Pajero fæst í tveimum støddum, við ávikavist 3 og 5 hurðum. Felags fyri bæði modellini er, at setrini og innrættingin er í toppklassa. Sum standard útgerð er millum annað sentrallás, el-rútar, SS-ll Super Select 4 WD skipan, multifunktións-display, differentiali sperra og RDS radio við fløguspælara. Í sambandi við at langur leygardagur er í Havn í morgin 2.desember, verður opið hús á bilasøluni hjá Ivan Johansen, har Grand Pajero saman við nýggjasta Citroën Berlingo við HDI dieselmotori og dragihurðum á báðum síðum, verður sýndur fram. Eisini verða kaffi og køkur at fáa, eins og ein hoppiborg til børnini at hugna sær við. Mitsubishi Grand Pajero v. 3 hurðum Motorurin: 4 syl. 3.2 litur DI-D 165 HK v.turbo, intercoolara og common rail 0-100 km/t 11,5 sek Oljunýtsla 0,3 km/l Dekkstødd 265/70-16 Stødd og vekt: Longd 428,0 cm Breidd 187,5 cm Hædd 184,5 cm Eginvekt 1950 kg Totalvekt 2500 kg Prísur kr. 296.000,- (sum vørubilur) v/ MVG + kr. 13.000,- fyri INVECS ll automatgear Søluumboð : Ivan Johansen Bilar Sp/f Hoyvíksvegur 63 FO-110 Tórshavn Tlf. 313666 Magnus Gunnarsson Saab SVC - svenskarar kollvelta bilmotorin Tað verður einki minni enn ein kollvelting innan nútímans motorframle iðslu, tá SVC (Saab Variable Compression) verkætlanin ið Saab arbeiðir við, har til ber at broyta kompressiónslutfallið meðan bilurin koyrur, verður veruleiki. Bilar Magnus Gunnarsson Tað verður einki minni enn ein kollvelting innan nútímans motorframle iðslu, tá SVC (Saab Variable Compression) verkætlanin ið Saab arbeiðir við, har til ber at broyta kompressiónslutfallið meðan bilurin koyrur, verður veruleiki. Einfalt hugskot Hóast teir vanligu motorarnir eru nógv betraðir seinastu 100 árini, til at verða ógvuliga framkomnir í dag, hava ikki nógvar grundleggjandi broytingar verið gjørdar. Nú er so nakað kollveltandi við at henda á Saab bilaverksmiðjuni í Svøríki, har nærlagdir verkfrøðingar við einfaldum hugskotum, hava gjørt royndir við at broyta tann vanliga bensinmotorin so grundleggjandi, at hann fer at virka heilt annarleiðis enn higartil. Kompressiónslutfallið broytist Við einari mekanismu, sum flytur toppstykkið, soleiðis at kompressiónslutfallið broytist undir koyring, er tað møguligt at fáa ein 4 syl.1,6 litur motor at geva somu kraft sum ein 3.0 litur motorur við 6 sylindarum. Á sama hátt kann ein 1,2 litur motorur geva somu kraft sum ein 2.0 litur motorur. Heilt einfalt kann sigast um kompressiónslutfallið, at tað er eitt úttrykk fyri hvussu nógv bensin og luftbalandingin verður samantrýst, áðrenn hon tendrar. Hetta lutfall hevur stóra ávirkan á hvussu effektivt motorurin brúkar orkuna í brennievninum. General Motors eigur Saab Eftir at risafyritøkan, General Motors, hevur keypt allan partapeningin í Saab, hevur leiðslan í GM avgjørt at í framtíðini kemur Saab at hava stóra ávirkan á menningarverkætlanirnar hjá GM-konsernina. Hetta er ein staðfesting av tí førleika ið Saab hevur bygt upp síðan teir fóru at gera sínar egnu motorar fyri góðum 30 árum síðan. Fyrrverandi menningarstjóran hjá Saab, Kjell A.C.Bergstrøm, er settur sum stjóri á menningardeildini fyri motorar og gearkassar hjá GM í Italia. Saab týðandi leiklut Tað hevur verði nógv gitt um framtíðina hjá Saab, men ongin ivi er um at teir koma at hava ein týðandi leiklut í alheims bilídnaðinum undir leiðslu av GM, samstundis sum teir koma at halda fast um tær siðvenjur, sum hava gjørt hesa lutfallsliga lítlu svensku bilaverksmiðjuna kenda um allan heimin. Kelda: FDM / Motor Magnus Gunnarsson Tíðindi Renault ársins vørubilur Renault Master varð valdur til ársins vørubil í Danmark fyri 2001, í harðari kapping við Mercedes-Benz Sprinter, Ford Transit og Hyundai Trajet. Kelda: Motor Magasinet Leygardagur 2. des. FØÐINGAR 11. sept. fingu Dagunn Lundsbjerg og Hans Nicholaus Mneney, Vanløse, eina dóttur. Hon var 48 cm. long og vigaði 3100 gr. 13. nov. fekk Andreas eina lítla systur úr India, sum eitur Lea. Foreldur teirra eru Ann Lindberg og Páll Olsen. 21. nov. fingu Gitte Wiegand og Finnur Klein, Århus, ein son. Hann var 49 cm. langur og vigaði 3345 gr. 23. nov. fingu Elisabeth Tofjord og Jógvan Poulsen, Stranda, Norge, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3240 gr. 23. nov. fingu Signy Hansen, Hvannasund og Jákup Andrias Høgnesen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3500 gr. 24. nov. fingu Tove og Maison Bólstein, Leirvík, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4150 gr. 25. nov. fingu Barbara Petersen og Hans Martin Høj, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3150 gr. 25. nov. fingu Palma Petersen, Skála og Kári Hansen, Norðragøta, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4150 gr. 27. nov. fingu Jóhanna Laksá og Robert Magnussen, Argir, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4070 gr. 27. nov. fingu Bára og Janus Joensen, Norðragøta, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3900 gr. Andlát 23. november Martha Hentze, fødd við Stein, í Havn, 81 ár. 25. november Dania Johansen, í Miðvági, 63 ár. Soffy Mikkelsen, í Hoyvík, ættað úr Vestmanna, 85 ár. Niclas á Skúr, í Nólsoy, 26 ár. 26. november Turid Andreasen, ættað av Skála, búsitandi í Hoyvík, 78 ár. 27. november John Frits Johannesen, á Tvøroyri, 59 ár. Karl Sofus Petersen, ættaður úr Sandavági, búsitandi í Havn, 83 ár. 29. november Hanna Nielsen, Tvørgøtu, í Havn, 80 ár. Eitt ljós á gøtu míni >>Guð mín, Guð mín, hví fórst tú frá mær?<< Matt. 27. 46b Tað hendir, at vit møta menniskjum, ið kenna seg svikin av Guði. Soleiðis gekk tað eisini einum ungum lækna, tá ið hann eitt kvøldið fór stovugongd á sjúkrahúsinum, har hann starvaðist. Hann var ein nýlærdur trúgvandi maður, og trúgvin á Guð hevði stóran týdning fyri hann. Við eina song setti hann sjúklinginum spurningin: Hvussu liva tygum í kvøld, frú Hansen! Tá ljóðaði úr einum drúpum myrkri av angist: Tygum lækni, Guð er farin frá mær! Læknin svaraði róligur og blíður: So vítt, eg veit, er tað bara eitt einasta menniskja, sum Guð er farin frá - og tað fór hann tí, at hann ongantíð í lívinum skal fara frá tygum, frú Hansen og mær! Tað er sami hugsunarháttur Kingo hevur í sinum kenda, vakra langafríggjadagssálmi: Gakk undir Jesu kross at stá... har syngur hann í einum av ørindunum: Hann mína vegna kendi tá at Guð var farin burt tær frá, so hann frá mær ei fara skal, um deyðans myrka, tronga dal. Aleina kunna vit kenna okkum, men einsamøll verða vit ongantíð. Hann er har, og júst táið myrkast sær út og allar vónir eru brostnar, so lýsir í - so løgið, so ófatuligt, hann kom bara. Tað kann vera í okkara huga, í okkara umstøðum, ella sum her, í einum ungum troystandi vitni. Eisini er tað gott í deyðsskuggans dali, og táið anfiktilsins myrkur legst um okkum, at duga eina bøn, sum onnur hav alært okkum, sum vóru í somu støðu. Bønin Jesus bað, var ikki tikin úr egnum barmi, men ein bøn hann hevði lært av Dávidi tá ið hann var í svárastu neyð. kanska vit sjálv ikki orka at savna orð og seta tey saman til nakra bøn tá ið harðast leikar á. Gott er tí at læra okkum tær gomlu bønirnar í Halgubók og í sálma- og sangbókum uttanat. Amen! John S. Myllhamar Kirkjur- og samkomuhús Gudstænastur Gudstænastur Leygardagin 2. des. kl. 15 Deyvagudstænasta, Jónsvein Bech 1. sunnudagur í advent Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur D. Joensen. Familjugudstænasta. (Kvøld- og musikkskúlanæmingar syngja og spæla. Talvan gongur fyri Føroysku Sjómanskirkjuna) Argir: kl. 11, Familjugudstænasta, Heri Joensen. (Talvan gongur fyri Føroysku Sjómanskirkjuna) Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk. (Talvan gongur fyri Føroysku Sjómanskirkjuna) Klaksvíkar sjúkrahús: kl. 10, Norðoya Røktarheim: kl. 14.30, Niels Pauli Danielsen Fuglafjørður: kl. 12, Uni Næs. (Í Fuglafjarðar prestagjaldi gongur talvan fyri Føroysku Sjómanskirkjuna) Hvalvík: kl. 12, altarg., Marjun Bæk Kollafjørður: kl. 12, altarg., Martin R. Jacobsen Kl. 16.00 Marjun Bæk. (Adventshugni í missiónshúsinum aftaná). Vestmanna: kl. 12, Inga P. Dam. (Í øllum kirkjum í Norðstreymoyar prestagjaldi gongur talvan fyri Føroysku Sjómanskirkjuna). Æðuvík: kl. 11, barna- og familjugudstænasta, Jónsvein Bech Fríðrikskirkjan: kl. 11, lestur. (Talvan gongur fyri Hina Føroysku Sjómanskirkjuna) Fríðrikskirkjan: kl. 14, barna- og familjugudstænasta, Jónsvein Bech. (Eftir gudstænastuna verður borðhald í kirkjukjallaranum) Gøta: kl. 12 lestur. (Talvan gongur fyri Hina Føroysku Sjómanskirkjuna) Gøta: kl. 16, barna- og familjugudstænasta Bergur Debes Joensen. (Innsavnan. Eftir gudstænastuna verður borðhald í kirkjukjallaranum). Eiði: kl. 11.40 skriftamál, kl. 12 messa Norðskála: kl. 17, ljósgudstænasta, Emil Olsen. (Talvan gongur í øllum kirkjum í Eiðis prestagjaldi fyri Hina Føroysku Sjómanskirkjuna) Skála: kl. 11, Sjóvar kirkja: kl. 12.10. (Talvan gongur fyri Føroysku Sjómanskirkjuna í Sjóvar prestagjaldi) Kl. 17.00 ljósmessa, Jógvan Fríðriksson Sandavágur: kl. 12, David Johannesen. (Talvan gongur í øllum kirkjum í Vága Prestagjaldi fyri Føroysku Sjómanskirkjuna) Vágur: kl. 11, Erland Beder. (Innsavnan til føroysku Sjómanskirkjuna er í øllum kirkjum í Suðuroyar sunnara prestagjaldi) Tvøroyri: kl. 15 verða jólini sungin inn Hvalba: kl. 12, Ólavur Rasmussen. Talvan gongur til frama fyri føroysku sjómanskirkjuna Rituvík: kl. 11, (Talvan gongur fyri Einkjugrunnin) Søldarfjørður: kl. 17, Meinhard Bjartalíð Glyvrar: kl. 11, lestur. Kl. 19 >>Teir sjey lestrarnir<<, Meinhard Bjartalíð (aftaná verður adventshugni í konfirmantstovunum) Skopun: kl. 12, altarg., Eva Brinck Jensen Ebenezer Sunnudagin kl. 10 Minnis-máltíð Harrans, kl. 12 Sunnudagsskúli, kl. 18 Evangeliskt møti, kl. 21 Útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morgunmøti, kl. 18 evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17 landsbøn, í morgin . 11 morgunmøti, kl. 18 kvøldmøti. Mánakvøldið kl. 20 bønarskúlin. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 sunnudagsskúli, kl. 17 møti. Meinigheitshúsið í Havn Leygardagin kl. 16.30 koma kvinnurnar saman til bønarløtu. Leygarkvøldið kl. 21 Opið hús. Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, filmur verður sýndur, kl. 18 møti Regin Olsen talar, Manskórið í Meinigheitshúsinum syngur. Innsavnan til húsið. Barnaansing er, meðan møtið er. Mánakvøldið er LU-arbeiði kl. 19, evni: Kirkjan v/ Sverra Steinhólm. Týskvøldið kl. 20 bíbliutími, Dánjal kap. 8. Hósdagin kl. 16 venur Gentukórið (8 ár og eldri), kl. 20 ungdómsmøti v/ Klæmint Tausen, evni: Jólaevangeliið. KFUM og KFUK í Havn Sunnudagin kl. 20 í KFUK: Adventsveitsla. Inngangur við Alfred Olsen, Saltnes. Kristiliga sangkórið syngur. Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman við Emil Olsen, presti. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin í Hoyvíkar skúla kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn og kl. 18 møti við luttøku úr Skopun. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin í Tórshavn Leygardagin og sunnudagin vikuskiftismøti við vitjan frá samkomuni Immanuel. Leygardagin kl. 20 møti, sunnudagin kl. 11 møti, major Tjåland talar, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti. Mánadagin kl. 17 skótar. Rhema, Tórshavn Fríggjadagin einki A.T.A.P. Leygardagin kl. 20 ungdómsmøti. Sunnudagin kl. 15 sunnudagsskúlafest. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sjómanskvinnuringurin í Havn kemur saman á Sjómansheiminum mikukvøldið 6. des. kl. 20. Sjómanskvinnuringurin á Argjum verður við. Judith og Meinhard Hansen siga frá ferð í Ísrael. >>Tíð til Gud<< verður í Pállstovu í Havn sunnukvøldið kl. 21. Evni: (Komið sjálv og finnið út av tí). Øll eru hjartaliga vælkomin. Høgni Johannesen og Jógvan Skýlindal skipa fyri. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti. Mánadagin kl. 19 jólahugni fyri tey ungu. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 11.00 morgunmøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti hjá Jóhan Hendrik og Eyðbjørg. Hvalvíkar missiónshús Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 19.30 jólahugni fyri vaksin. Øll eru hjartaliga vælkomin. Filadelfia, Sundalagi Sunnukvøldið í Hósvík kl. 18 møti v/ Meibritt Djurhuus. Kirkjan, Norðskála Eingin sunnudagsskúli verður sunnudagin, vegna ljósgudstænastu í kirkjuni kl. 17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin! Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið opið hús kl. 21 við Jónfinn Olsen. Sunnudagin kl. 17 møti við Jóhan Petur Jóhannesen. Barnamøti kl. 17. Tú ert vælkomin í Kelduna. Ørkin, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 17 í Arbeiðarafelagshúsinum Hæddini í Saltangará við Martin Olsen. Verið hjartaliga vælkomin. Bíbliuskeiðrøðin yvir evni hin sanni lærisveinurin verður hildin í hølum Lívsins Orð í Saltangará. Møtiskeiðrøðin heldur áfram hvørt mánakvøld kl. 19. Stigtakari og bíbillærari er David Bech. Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli. Møti kl. 19 er avlýst vegna gudstænastu í kirkjuni. Meinigheitshúsið á Skála Missiónsvikan heldur fram við barnamøti í dag kl. 17, filmur um Dánial verður sýndur. Kl. 20 møti í kirkjuni, Jonna Johannesen talar og kórið í KFUM í Klaksvík syngur. Sunnudagin kl. 15 barna- og familjumøti í kirkjuni við Klæmint og Bodil Tausen, barnakórið syngur. Kl. 19 møti í Meinigheitshúsinum, Niels J. Nielsen trb. talar og Streingjakórið á Skála syngur. Innsavnan til húsið. Missiónshúsið í Leirvík Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20. Ung úr Sandoynni luttaka við sangi og vitnisburði. Aftaná verður drekka o.a. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 19 møti, innsavnan verður til húsið. Mánadagin kl. 17 barnaarbeiði. Missiónshúsið á Tvøroyri Av tí at jólini verða sungin inn í kirkjuni verður eingin sunnudagsskúli og einki møti sunnudagin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 evangel. fundur. Mánadagin kl. 20 bønarfundur. Týsdagin kl. 20 ungdómsfundur. Ónsdagin kl. 20 uppbygg. fundur. Frelsunarherurin í Vági Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Eddie og Eingrím. Mánakvøldið kl. 20 Heimaforbundið. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Tað skal merkjast ordiligt Fer Løgtingið at blanda seg uppí trætuna um teir, sum skulu sigla við nýggja vaktarskipinum, Brimli, fara vit at helst at biðja allar maskinmeistarar á almennum og hálvalmennum stovnum at siga upp. Og tað fer at leggja alt landið lamið, sigur Finnleif Guttesen, formaður í Maskinmeistarafelagnum Fer Løgtingið at leggja seg uppí trætuna um sáttmálan hjá teimum, sum skulu sigla við nýggja vaktarskipinum, Brimli, er tað maktmisbrúk at grovasta slag. Og tað er so álvarsamt, at tað skal merkjast ordiligt. Finnleif Guttesen, formaður í maskinmeistarafelagum sigur, at í nevndini í felagnum er ongin slingur í valsinum. Vit eru púra samdir um, at leggur løgtingið seg uppí málið, er tað so álvarsligt, at so verða tiltøk sett í verk, sum fara at merkjast víða um í samfelagnum. Hann sigur, at nevndin í felagnum hevur tosað nógv um, hvørjir møguleikar eru fyri at seta tiltøk í verk, um tað skuldi hent, at løgtingið blandar seg uppí sáttmálatrætuna. Ein møguleiki, sum liggur rættiliga frammaliga hjá nevndini er, at leggur løgtingið uppí, fer Maskinmeistarafelagið at svara aftur við at biðja allar maskinmeistarar á almennum og hálvalmennum stovnum siga upp. Hetta fer at raka Vaktar- og Bjargingartænastuna, Strandferðsluna, SEV, heilsuverkið og aðrar stovnar og aðrar fyritøkur. Og tað sigur seg sjálvt, at verða hesir stovnar lagdir lamnir, verður kreppa í samfelagnum, tí streym, heilsuverk og strandferðslu kunnu vit ikki vera fyriuttan. Finnleif Guttesen ivast ikki í, at kemur ein áheitan frá felagnum, fara maskinmeistarar at fylgja henni. Maskinmeistararnir hava ein mánaða uppsagnartíð. Og siga allir upp ísenn, verður landi ógvuliga hart rakt.Tey almennu størvini í Føroyum eru "onki at samla uppá" sum hann tekur til, tí tey eru ikki so væl lønt. Tað stendur ikki á at fáa størv aðrastaðni, sum eru nógv betri lønt, sigur Finnleif Guttesen. Maktmisbrúk Men løgtingið hevur áður lagt seg út í ósemjur á arbeiðsmarknaðinum? Ja, men tað kann ikki samanberast við hesa støðuna. Tað, sum Løgtingið áður hevur gjørt, er, at teir hava gjørt eitt semingsuppskot til lóg, tá ið partarnir annars hava verið nær hvørjum øðrum. Tað, sum her er talan um, er, at vit hava eitt heilt nýtt arbeiðspláss, sum ongin sáttmáli er fyri yvirhøvur. Og fer Løgtingið at blanda seg uppí, er hetta tað sama sum at tvinga fólk til arbeiðis á einum nýggjum arbeiðsplássi. Og tað er maktmisbrúk av allar ringasta slag. So kann tað næsta verða, at Løgtingið eisini fer at nokta fólki at siga upp, sigur Finnleif Guttesen. Sjálvur fryktar hann fyri, at endin verður, at tingið leggur uppí. Tá ið málið er endað á landsstýrisfundi, er væl hugsandi, at farið verður longri tí landsstýrið kann onki gera einsamalt - uttan at ganga okkara krøvum á møti. Hann heldur eisini, at veruliga endamálið við royndini at fáa semingsmann uppí, er, at fáa hann at gera eitt uppskot, sum síðani kann verða lagt fyri tingið, um tað verður vrakað. Sjálvur heldur hann, at tað er so langt ímillum partarnar, at tað er nyttuleyst at fáa semingsmann uppí. Nýggj støða Ellintur Abrahamsen, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, er ikki so avgjørdur, sum starvsfelagi hansara í maskinmeistarafelagnum. Tað einasta, hann sigur, er, at leggur tingið uppí, hevur ein nýggj støða tikið seg upp og so tekur Skipara- og Navigatørfelagið støðu útfrá tí. Heldur ikki EllinturAbrahamsen væntar, at nakað fer at koma burturúr einum møguligum semingsmanni. Skuldi hann lagt eitt uppskot fyri okkum, ið bara so mikið sum skerjir okkara lænarkrøv eina helvt, verður tað sópað av borðinum, sigur hann. Annars stúrir hann fyri tí sama sum Maskinmeistarafelagið, at hetta fer at enda við, at eitt møguligt semingsuppskot fer at verða vrakað, men at tað síðani fer at verða lagt fyri tingið Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Hetta hava vit droymt um í hundrað ár Nú flytir Skipara- og Navigatørfelagið í nýggj hús í Havn. Tað er ein gamal dreymur, sum verður veruleiki, sigur Ellintur Abrahamsen Tá ið skrivstovan hjá Skipara- og Navigatørfelagnum letur upp mánamorgunin, verður tað í nýggjum hølum. Tað er nú eitt ár síðani, at felagið keypti sær hús í Havnini og hesar seinastu dagarnar hava tey fingist við at flyta. Nýggju húsini eru í Jekeragøtu nummar 10, har Landsprentsmiðjan var. So hóast felagið flytir, er tað ikki so langt. Skipara-og Navigatørfelagið hevur í langa tíð leiga frá Svend Krosstein Yviri við Strond, beint niðanfyri, tey nýggju húsini. Vit hava verið væl nøgdir við at vera hjá Svend Krostteig, tí vit hava havt gott samstarv við tey, og vit hava havt góðar umstøður. Tað er ikki tí at vit flyta, sigur Ellintur Abrahamsen. Men hann sigur, at hetta er ein gamal dreymur, sum nú er blivin veruleiki. Í 100 ár hava vit droymt um at fáa føtur undir egið borð, sigur formaðurin. Í teimum nýggju húsunum verða eisini góðar umstøður. Maskinmeistarafelagið hevur leingi leigað hjá Svend Krosstein saman við Skipara-og Navigatørfelagnum. Og feløgini halda fram at verða undir sama takið, tí nú fer maskinmeistarafelagið at leiga frá Navigatørfelagnum. Í nýggja húsinum. So, nú navigatørarnir flyta, fylgja maskinmeistararnir við niðan í tey nýggju húsini. Føroya Skipara- og navigatørfelag varð stovnað í 1896. Ein av stovnarunum var Johan Restorff, sum er abbi Restorff-menninar, sum nú hava Hotel Hafnia. Tey fyrstu nógvu árini var talan um eitt felag fyri navigatørararnar við farmaskipum burturav, tí so vítt, vit hava fingið upplýst, koma tan fyrsti sáttmálin fyri navigatørar við fiskiskipum ikki fyrrenn í tjúgunum. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Tey av Kamarinum á Tvøroyri Í kvøld verður forvitnisligur dansur í TB húsinum á Tvøroyri- í hvussu so er forvitnisligur hjá teimum tilkomnu. Tað verða nevniliga ongin annar enn Tey av Kamarinum, sum fara at spæla til dansin. Tað er Tvøroyrar Svimjifelag, sum skipar fyri dansinum, og ágóðin fer til at menna menna teir nógvu svimjarunum í felagnum. Tvøroyrar Svimjifelag hevur í nógv ár verið í fremstu røð í føroyskari svimjing Men tað er ómetaliga dýrt at fylgja við. Eitt nú hava tey aftur í ár professionellan venjara og tað er alneyðugt fyri at kunna standa seg við teimum krøvum, sum verða sett svimjarum nú á døgum. Tað er vælkendi klaksvíkingurin, Símun á Høvdanum, sum nú stendur fyri venjingin á Tvøroyri, hann tók við 1. september Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Avtalur í Vági og á Tvøroyri onki verdar Hjá býráðunum í Vági og á Tvøroyri er onki at gera, uttan at gera nýggjar avtalur um samgongu, ella at góðtaka støðuna, sum hon er. Samgongurnar, sum longu eru gjørdar, byggja á ólógligar avtalur, sigur Jógvan Páll Lassen, hægstarættarsakførari Avtalurnar, sum býráðini í Vági og á Tvøroyri hava gjørt um nýggjar samgongur eftir kommunuvalið seinasta týsdag, eru onki verdar. Tað staðfestir Jógvan Páll Lassen, hægstarættarsakførari. Hann sigur, at orsøkin til tað, er rætt og slætt, at tær eru beinleiðis ólógligar, tí tær eru í stríð við kommunulógina. Sostatt er hægstarættarsakførarin púra samdur við Rúna Joensen, lógfrøðing á Løgmansskrivstovuni, sum í Sosialinum mikudagin vísti á, at býráðssamgongurnar í Vági og á Tvøroyri bygdu á ólógligar avtalur. Hann segði eisini, at løgmansskrivstovan fór at geva teimum báðum býráðunum boð um, at avtalurnar kundu ikki setast í verk, tí tær vóru ólógligar. Fyri at fáa kabalina ímillum javnaðarflokkin, sambandsflokkin og uttanflokkalistan á Tvøroyri at ganga upp, er avtalað at býta borgarstjórastarvið sundur ímillum tveir býráðslimir, soleiðis, at Finnleif Guttesen úr sambandsflokkinum verður borgarstjóri tey bæði fyrru árini og Kristin Michelsen úr uttanflokkalistanum verður borgarstjóri tey bæði seinnu árini. Í Vági er sama avtalað gjørd viðvíkjandi varaborgarstjóranum í samgonguni ímillum tjóðveldisflokkin, javnaðarflokkin og sambandsflokkin. Har er avtalan, at Eyðfinn Mørk úr javnaðarflokkinum skal vera varaborgarstjóri tey bæði fyrru árini og Dánjal Bjarkhamar úr tjóðveldisflokkinum tey bæði seinnu. Sleppa ikki frá Og tað er júst hesin parturin av samgonguavtalunum á Tvøroyri og í Vági, sum er í stríð við Kommunulógina. Jógvan Páll Lassen sigur, at tað stendur púra greitt í kommunulógini, at borgarstjóri og varaborgarstjóri verða valdir fyri alt valskeiðið. Tað stendur eisini í kommunulógini, at ein borgarstjóri, ella varaborgarstjóri, kunnu søkja um at verða loystur úr starvi. Men tað er bara í heilt serligum førum, at landsstýrið góðkennir eina slíka uppsøgn. Tað kann t.d. verða um teir gera okkurt ólógligt, og verða settir fastir, ella um teir verða álvarsliga sjúkir og tí ikki fáa røkt starvið. Jógvan Páll Lassen sigur, at hann minnist, at borgarstjóri hevur søkt landsstýrið um at sleppa frá, men at landsstýrið sýtti fyri at ganga umsóknini á møti, og at hann tískil varð noyddur at verða sitandi. Jógvan Páll Lassen sigur, at tískil eru avtalur um at skifta borgarstjóra, ella varaborgarstjóra mitt í einum valskeiðið púra meiningsleysar. Kommunurnar í Suðuroy kundu akkuarát tað sama avtalað at gjørt veg í Fugloy. Ein slík avtalað er líka lítið verd sum ein avtala um at skifta borgarstjóra ella varaborgarstjóra mitt í einum valskeiði. Hann sigur, at trupulleikin stingur seg upp, tá ið avtalan skal setast í verk og skiftið skal fara fram. Tá hevur Landsstýrið allan rætt til at ógyldað valið av tí nýggja borgarstjóranum. Sostatt kann "nýggi" borgarstjórin heldur ikki skriva undir nakað sum helst vegna kommuna, tí hansara undirskrift er ikki gyldug. Hægstarættarsakførarin sigur, at tí er onki hjá býráðunum í Vági og á Tvøroyri at gera, uttan at gera nýggjar samgonguavtalur, ella at góðtaka, at avtalan, sum er gjørd, ikki kann verða sett í verk. Verja borgaran Jógvan Páll Lassen sigur, at tað er fyri at verja borgaran, at tað ikki skal bera til at skifta borgarstjóra í einum valskeiðið. Borgarstjórin er hægsti embætismaður í kommununi og borgarin skal hava trygd fyri, at umsitingin hjá honum skal vera samanhangandi-kontinuerlig. Hann kann ikki verða skiftir út annað hvørt ár, tí tað kann skapa ólag í umsitingini og tað er ikki nøktandi fyri borgaran. Jógvan Páll Lassen sigur, at hinvegin kunnu nevndir og nevndarformenn veljast umaftur so ofta sum hvørt bygda- ella býráð vil. Triði túrurin á brúnni Tá ið hann var ungur, hevði hann neyvan hugsað sær at ein stórur partur av hansara arbeiðslívi skuldi vera sløttum gólvi. Men kortini fer 58 ára gamli Jógvan Krosslá nú undir sítt triðja valskeið sum borgarstjóri í Vági. Jógvan Krosslá hevði annars ætlað sær eitt arbeiðslív á havinum. Ungur fór hann á skiparaskúla, og aftaná tað sigldi hann í nógv ár, eitt nú sum stýrimaður, bæði við fiskiskipi og úti í verðini. Men í 1982 setti hann føtur á egið dekk, so at siga, tá ið hann keypti útróðrarbátin Gásholm, sum hann rak í góð 13 ár. Í 1985 stóð honum í boði at blíva stjóri í timburhandlinum á Fløðulið og hann tók av. Hann var stjóri í sjey ár, til hann varð stillaður upp fyri tjóðveldisflokkin til býráðsvalið í Vági í 1992. Hann varð valdur og bleiv harafturat valdur til býráðsformann. Hetta var ein sera trupul tíð at taka róðrið í Vágs Kommunu.Vágur varð sera hart rakt av kreppuni og fíggjarstøðan hjá kommununi hekk í riklingsbeiti. Men tað eydnaðist kortini býráðnum, smátt um smátt, at fáa Vág á føtur aftur. Fyri hetta fekk Jógvan Krosslá so dygga áltisváttan frá veljarunum á valinum í 1996, at tað slapst ikki uttanum hann, tá ið borgarstjóri skuldi veljast aftur. Og valið í ár vísti, at vágbingar hava langt í frá mist álitið á borgarstjóranum, tí á valinum seinasta týsdag, fekk hann meiri enn tvær ferðir so nógvar atkvøður, sum tann næstvaldi býráðslimurin. Jógvan Krosslá hevur tvey frítíðarítriv framum nakað annað. Tað er føroyski dansurin og báturin hjá honum, sum eitur "Seks Systkin" - og tað sigur okkum eisini, hvussu nógv børn hann eigur. Men hann var oftari at síggja í føroyskum dansi fyrr, og hann var oftari í fjørðinum fyrr, enn hann er nú, tí borgarstjórastarvið er so mikið krevjandi, at orka er líkasum ikki til nakað serligt, tær fríløtur, sum eru. Minningarorð um Ingibjørg Poulsen Torført er at skilja, at Ingibjørg ikki er okkara millum longur. Hon, ið altíð var lívlig og fyrikomandi, hvar hon so enn kom. Fyri okkum í Havnar Róðrarfelag hevði Ingibjørg ein stóran leiklut í tí felagsarbeiði, ið vit dagliga hava. Hon bakaði bollar, gjørdi kakao og hugnaði um allar rógvarar, tá hon hevði stundir til tess. Tá veitslur og hugnakvøld vóru, var Ingibjørg fastur fúsur í køkinum, og okkarar fatan var, at Ingibjørg tók sær altíð tíð til okkum í Havnar Róðrarfelag. Ikki løgið, at hon bert var nevnd Omman, tí hon var sum ein omma fyri økkum øll. Altíð var hon klár við tvøðuni, tá tiltrongdi, mangan eru vit komin oman í neystið og sæð, at øll vindeygu vóru víðopin, og tá vistu vit, at Ingibjørg var komin oman fyri at reingera eftir okkum. Siglandi mann hevði Ingibjørg, og var Joen Jacob alt og eitt hjá henni, tey vóru ein fyrimynd hjá okkum øllum, og tók hann sjálvandi eisini lut í tí arbeiði, ið Ingibjørg gjørdi fyri okkum í Havnar Róðrarfelag. Eisini var Ingibjørg við á flest øllum stevnum, og var hon ein góður stuðul hjá øllum okkara limum bæði tá tað gekk væl og minni væl. Ingibjørg vaks upp úti í Hornabø, og tað gjørdi, at hugurin til kappróður var stórur, tí sum hon segði, so var teinurin oman í Álake4r ikki langur, og var hon ikki har niðri, so eygleiddi hon róðurin úr vindeyganum kvøld eftir kvøld. Hetta var so við til at hon longu sum 14 ára gomul sat við róðrið fyri fyrstu ferð, og var hetta sjálvsagt umborð á Sílinum. Ingibjøærg hevði ofta sagt frá, tá tær róðu út til Nólsoyar um kvøldarnar fyri at fáa mjólk undan kvøldmálinum, go tiltikin er hon fyri at stimbra. Eisini var stuttligt at hoyra hana greiða frá, hvussu ferðast var til og frá summarstevnum tá í tíðini, fyri við Smyrli, síðani í lastini á onkrum bili, men sum hon segði, tað var tað reina luksus tá, og eingin gramdi seg. Eisini í nevndararbeiði tók Ingibjørg lut í, hon var nevndarlimur í Havnar Róðrarfelag eitt skifti í 70 árinum, og heta gekk hon upp í við lív og sál. Fyri fáum árum síðani avgjørdu vit at útnevna ein heiðurslim í HR, og var tað sjálvsagt, at Ingibjørg fekk henda heiður. Hon var sera takksom fyri at vit valdu hana til fyrsta heiðurslim í felagnum, og hon livdi upp til heiðurin til sín síðsta dag. Ingibjørg var eisini ein av stovnarinum í Róðrargrunni Føroya, ið hevur til endamáls at stuðla tjóðarítrótti okkara. At hava mist ein so góðan vin og stuðul er torført, má Harrin styrkja teg, Joen Jacob og familjuna í hesi sorg. Friður veri við minnium um okkara elskaðu Ingibjørg Havnar Róðrarfelag Jólabússur Frelsunarhersins Tíðindaskriv Jólabússurnar hjá Frelsunarherinum eru nú settar í handlarnar. Tann, sum leggur pening í hesar bússur, er við til at hjálpa Frelsunarherinum við sínum vælgerðar arbeiði. Meginparturin av tí, ið inn kemur, fer til Herberg Frelsunarhersins í Niels Winthersgøtu 3. Hetta er eitt tilboð um mat, song og persónliga røkt. Higartil í ár hava verið slakar 1700 yvirnáttingar. Umframt hesi hava yvir 300 onnur verið og vitja, onkur fyri at fáa eina máltíð, ella persónliga røkt, meðan onnur hava havt fyri neyðini at samtala um persónlig viðurskifti. Frá 1. des. 2000 verður arbeiði víðka við ein-um dagtilboði fyri heimleys. Allar matútreiðslur verða goldnar av tí peningi sum kemur úr jólabússunum og gávum. Vit eru takksom fyri ta hjálp, sum verðu givin við at stuðla arbeiði Frelsunarhersins. Gávur kunnu flytast á konto 6460.1516738 ella 6460.1575963 í Føroya Banka. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Nyrup skal viðgera sjálvstýrislógina Jóannes Eidesgaard, fólkatingslimur, vil hava greiði á, um danski forsætisráðharrin hevur vrakað sjálvstýrislógina hjá Javnaðarflokkinum sum ein møguleika at loysa spurningin um ríkisrættarligu støðuna Danski forsætisráðharrin verður nú noyddur til at taka støðu til uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at lata eina sjálvstýrislóg avloysa heimastýrislógina. Jóannes Eidesgaard, fólkatingslimur, hevur reist málið í Fólkatinginum í einum fyrispurningi til Poul Nyrup Rasmussen. Jóannes Eidesgaard heldur, at ivi er sáddur um sjálvstýrislógina eftir seinastu samráðingarnar millum stjórnina og landsstýrið, og hann vil nú hava greiði á spurningunum, sum hava tikið seg upp. Í fyrispurninginum til danska forsætisráðharran spyr Jóannes Eidesgaard, um sjálvstýrislógin kann verða støðið undir nýggju ríkisrættarligu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Hann vil hava at vita, um stjórnin veruliga hevur sagt, at løgtingið ikki kann fáa lóggevandi vald á øllum økjum innanfyri danska ríkið. Hann vísir á úttalilsi frá løgmanni um, at stjórnin hevur gjørt hesa niðurstøðuna á seinasta samráðingarfundi. Anfinn Kallsberg hevur eftir seinasta samráðingarfund sagt, at tað bara er eitt lóggevandi ting í danska ríkinum, og tað er Fólkatingið. Við øðrum orðum eru heimildirnar hjá løgtinginum avmarkaðar og heimastýrislógin bert ein delegatiónslóg, sum Fólkatingið til eina og hvørja tíð kann taka aftur. Hesin spurningurin kann bert loysast, um Føroyar gerast ein suverenur statur, vil løgmaður vera við. Jóannes Eidesgaard vil hava at vita, um forsætisráðharrin hevur somu støðu sum løgmaður, ella um tað veruliga ber til at fáa fult ræði á øllum økjum innanfyri danska ríkið, soleiðis sum Javnaðarflokkurin hevur skotið upp í sjálvstýrislógini. Jóannes Eidesgaard vísir eisini á úttalilsi frá Høgna Hoydal, sum eftir samráðingarnar hevur staðfest, at sjálvstýrislógin ikki letur seg gera í veruleikanum. Danski forsætisráðharrin hevur hinvegin fleiri ferðir av fólkatingsins røðarapalli sagt, at sjálvstýrislógin er eitt skilagott alternativ, og at tað ber til at seta lógina í verk, og spurningurin er, um Nyrup hevur broytt støðu ella ikki. Við sjálvstýrislógini verður staðfest, at løgtingið hevur fult ræði á øllum yvirtiknum málsøkjum, og hendan myndugleikan kann Fólkatingið ikki taka aftur. Jóannes Eidesgaard vil hava forsætisráðharran at svara uppá, um hetta veruliga letur seg gera. Fólkatingslimurin heldur tað hava stóran týdning at fáa ivaspurningar beindar burtur, tí júst tað, at løgtingið hevur fult ræði á yvirtiknu málsøkjunum er kjarnin í uppskotinum um eina sjálvstýrislóg. Landsfelag Sløkkiliðsmanna havt aðalfund Tíðindaskriv Tilbúgving Eftir aðalfundin fyrr í mánaðinum hevur nýggja nevndin hjá Landsfelag Sløkkiliðsmanna nú skipað seg. Landsfelag Sløkkiliðsmanna er áhugafelag hjá sløkkiliðsmonnum um alt landið og varð stovnað í 1992. Nýggja nevndin hevur sett sær sum mál at samansjóða sløkkiliðsfólk um alt landið, og aðalmálið er at bøta um korini, sløkkiliðsfólk arbeiða undir. Nú landsins myndugleikar arbeiða við eini tilbúgvingarætlan, eru limir felagsins ein avgerandi partur í hesi ætlan. Felagið tekur tað sum givið, at myndugleikarnir fara at taka felagið meira við í fyrireikingarnar, nú tíðin av álvara fer at styttast til oljuvirksemið fer at byrja. Uttan sløkkilið og bjargingarfeløg, verður ikki lætt at fáa eina tilbúgving at eydnast til fulnar. Nevndin í felagnum hevur skipað seg við: Sørin S. Djurhuus, Norðragøtu, sum formanni, Runavík sum næstformaðanni, Walther Thomassen, Streymnesi sum kassameistara. Hinir nevndarlimirnir eru: Helgi Olsen, Rituvík, Ludvík Cristiansen, Kvívík. Tiltakslimir eru: Rúni Persson, Tórshavn. Heri Johannesen, Glyvrar. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo 30 ár á sama virki Í gjár, tann 1. December vóru 30 ár liðin, síðan virkið hjá O C Joensen á Oyri tók móti fyrstu skeljunum. Samstundis høvdu tvær av kvinnunum, sum vóru til arbeiðis fyrsta dagin, 30 ára starvsdag Oyri : Anna Maria Petersen og Lydia Dahl av Oyri høvdu í gjár 30 ára starvsdag á virkinum hjá O C Joensen. Tann 1. December í 1970 vóru tær við til at taka móti fyrstu skeljunum, sum landaðar vórðu til virkið, og tær arbeiða har enn. Hendan dagin vórðu tær báðar saman við Súsonnu Andreasen av Oyri og Johan Poulsen av Oyrarbakka og tóku ímóti skeljunum, sum Poppy legði upp. Súsanna er nú komin so mikið til árs, at hon er givin at arbeiða, og Johan, ella Hanni, sum hann varð nevndur, ikki er okkara millum meira. Lydia og Anna Maria minnast, greiða tær frá, at tær stóðu við eitt træborð, har ein takrenna var í miðuni og reinsaðu skeljarnar, sum Hanni hevði loypt í eini gassgrýtu og lagt teimum á borðið. Tær loyptu skeljarnar komu heilar á borðIð, og so skuldu tær opa tær og taka vøddan úr. Opingin varð gjørd við skeið, minnast tær báðar.. Reinsaði vøddin varð koyrdur í takrennuna, meðan slógvið fór í eina kurv á gólvinum. Lidna vøran varð so send aðrastaðni at frysta. Ikki vóru somu krøvini sett til arbeiðsfólkið tá sum nú. Ikki stóðu tær og royktu yvir borðinum kortini, men eingin segði nakað til, at tær fóru ein túr út um at fáa sær ein guv. Og vanligt var, at fólk stakk inn á gólvið at práta, meðan arbeitt varð. Nei, tá var einki flugunet fyri vindeyganum, og kantina var eingin. Poul á Oyri seldi kunsttøð og kraftfóður í handlinum, og ikki var óvanligt, at tær funnu sær ein kraftfópðursekk á lagrinum hjá Pouli, har tær settur seg við varmafløskuni, tá kaffitíð var, minnast Lydia og Anna Maria, sum í gjár sótu hugnaliga í matarhøllini við kaffi, karamellum og jólabollum. 250-ára hátíðarhald av Johann Sebastian Bach í Gøtu og Havn Tíðindaskriv frá Havnarkórinum Hátíðarhaldið av 250-ára degi Johann Sebastian Bach hevur givið afturljóð um allan tann klassiska tónleikaheimin í ár, og nú árið er farið at halla hava føroyingar eisini møguleika at verða við til at hátíðarhalda hetta mæta tónaskaldið. Um vikuskiftið skipar Havnarkórið fyri tveimum stórfingnum konsertum. Umleið 45 sangarar, 25 tónleikarar og 4 solistar úr Føroyum, Íslandi og Danmark trína pallin og framføra Jólaoratoriumið av Bach. Upprunaliga skrivaði Bach verkið soleiðis, at hvør av teim íalt 6 pørtunum hoyir til og eigur at framførast til ein ávísan dag i jólaføstuni. Í dag er meira vanligt, at ávisir partar verða framførdir á somu konsert. Soleiðis eisini við konsertunum um vikuskiftið har partur I-III og brot úr partið IV og V verða framførdir. Tað er íslendski kórleiðarin og føroyavinurin Jón Stefánsson, sum fer at stjórna framførslunum. Solistarnir eru Berghild Poulsen, sopran, Elsa Súsanna Dalsgaard, alt, Þorbjörn Rúnarsson, tenor, Bergþór Pálsson, bass. Fyrra konsertin verður leygardagin 2. desember kl. 17:00 í Gøtu Kirkju og seinna konsertin verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 3. desember kl. 16:00. Atgongumerkir til seinnu konsertina eru at fáa í Norðurlandahúsinum og í Kunningarstovuni. Skipalistin 2001 Tíðindaskriv Nú er Skipalistin aftur at fáa um alt landið. Bókin er í høvuðsheitum snikkað eftir sama leisti sum í fjør, men er tilfarið víðkað í ár. Upplýsingarnar og litmyndirnar av føroyska flotanum eru helst mest sermerkti parturin í bókini, men nógv annað viðkomandi og áhugavert er eisini at finna í bókini. Skipalistin er fyrst og fremst bókin, sum vendir sær til øll tey, ið hava áhuga fyri skipum og sjógvi, og tí, sum har til hoyrir. Í ár eru litmyndir og upplýsingar um øll tey 272 skipini størri enn 15 Bruttotons. Eisini eru upplýsingar um teir 47 bátarnar, ið eru størri enn 4 nettotons. Eins og seinast eru allar myndirnar í litum. Stórur dentur hevur verið lagdur á, at myndatilfarið skal vera so nýtt og gott sum yvirhøvur til ber, og tí er stórur partur av myndatilfarinum nýggjur í ár. Fleiri myndir eru fingnar til vega frá skipaeigarum og lokalum myndatakarum. Er eisini álmanakki Skipalistin kann sigast at vera fleiri bøkur í einari. Løgtingslóg um kravda bjargingarútgerð ásetir, at føroyskur álmanakki skal vera umborð á øllum bátum undir 20 bruttotons. Hetta krav lýkur Skipalistin til fulnar, og er bókin tí eisini ein hentur felagi at hava við, tá farið verður á flot. Hetta setur sjálvsagt krøv til bókina. Dentur hevur tí verið lagdur á, at viðkomandi myndugleikar fáa innihaldið til góðkenningar áðrenn tað fer til prentingar. Innihaldið er dagført í samráð við m. a. Skráseting Føroya, Fiskirannsóknarstovuna, Landsverkfrøðingin, Radioeftirlitið, Fiskiveiðueftirlitið og Nátturuvísundadeildina. Slóðbrótandi tilfar um streymviðurskifti Sum nakað heilt nýtt hevði Skipalistin í fjør álmanakka, streymkort, streymtalvur og vestfallskyrrindi samlað í einari bók. Hetta sama er galdandi fyri Skipalistin 2001, og aftur í ár er tað Petur Hans Dahl, varastjóri á Føroya Sjómansskúla, sum hevur gjørt talvuna um vestfallskyrrindi í Suðuroyarfirði. Umframt tilfarið um streym, sum er roknað eftir vanliga háttinum, hevur Skipalistin 2001 upplýsingar um streymviðurskifti, sum eru grundaði á veruligar mátingar á Munkagrunninum. Hetta er fyrstu ferð, at hetta er roynt, og vónandi fer hetta at geva okkum neyvari og meiri álítandi upplýsingar um streymviðurskiftini kring oyggjarnar. Tilfarið og upplýsingarnar um streym eru tí væl fleiri enn tað, ið menn eru vanir við, og spennandi verður at vita hvussu hetta fer at roynast millum manna. Tað er serfrøðingurin Knud Simonsen á Náttúruvísundadeildini, sum hevur gjørt henda partin. Havnir í Føroyum Sum nakað nýtt eru myndir og upplýsingar um føroysku havnirnar tiknar við. Her ber til at síggja, um eitt nú møguleikar eru fyri at leggja trygt at landi. Av øðrum tilfari kann nevnast viðkomandi lógartilfar, tilfar um radiosamskifti, trygdar- og bjargingrviðurskifti, hagtøl fyri skip og fiskivinnu. Eisini føroyskir útbúgvingarstovnar, sum hava tilknýti til sjógvin, eru við. Her eru m.a. upplýsingar um upptøkutreytir, skúlaskipanina og víðari útbúgvingarmøguleikar. Í Skipalistin er eisini hentur listi við nøvnum á fiski, hvali og kópi á ymiskum tungumálum. Hesin parturin er í ár víðkaður við sjófuglum. Nøvnini eru á føroyskum, donskum, norskum, íslandskum, enskum, týskum og á latíni. Tað er einki at ivast í, at Skipalistin 2001 er ein góð og viðkomandi bók, sum er hent at hava hjá øllum, ið á einhvønn hátt hava áhuga fyri skipum og sjógvi. Skipalistin 2001 er 385 blaðsíður, og fæst til keyps í bókabúðunum. Eisini ber til at keypa bókina á Statoilstøðum og posthúsunum um alt landið. Skipalistin 2001 kostar kr. 175,- í bleytari permu og kr. 240,- innbundin. Jólatræið í Havn Tíðindaskriv frá Kunningarstovuni Jólatræið verður tendrað í dag, 2. desember, kl. 15.30 á Vaglinum. Havnar Hornorkestur spælir. Bergur Debes Joensen, prestur, og Leivur Hansen, býráðsformaður, tala. Kl. 16.00, eftir at jólatræið er tendrað, syngur barnakórið hjá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla á Glade Hjørn. Jólatrøini á Argjum, Hvítanesi, í Kaldbak og Norðradali verða tendrað næsta vikuskifti. Adventskonsert í Miðvágs kirkju og á Giljanesi Tíðindaskriv Vágakórið fer aftur í ár at hava adventskonsert í Miðvágs kirkju og í høllini á Giljanesi. Vágakórið er vorðin ein afturvendandi gestur til gudstænastuna í Miðvágs kirkju atvents sunnudag kl. 12. Kórið fer at syngja atvents- og jólasangir undan og eftir prædikuna. Leiðari er Jónvør Joensen. Í kórinum eru í løtuni 20 sangarar. Kór og orkestur í samkomuskálanum á Giljanesi Seinnapartin atventssunnudag kl. 16 verður konsertin á Giljanesi. Hesa konsertina fara Vágakórið og Sørvágs Tónleikarfelag at hava saman. Aftrat teimum fara ungdóms-og næmingaorkestrini eisini at luttaka. Leiðari hjá Sørvágs Tónleikarfelag og skúla- og ungdómsorkestrinum er musikklæararin Steven Foggin. Á skránni er føroyskur og útlendskur atvents- og jólatónleikur, sum kórið og orkestrini fara at bera fram saman og hvørt fyri seg. Royndir frá undanfarnum árum siga okkum, at hetta fer at verða ein góð og hugnalig tónleikauppliving. Stórur áhoyraraskari plagar at vera til hesa konsertina, og so man fara at verða aftur hesaferð. >>Teir sjey lestrarnir<< í Glyvra kirkju Tíðindaskriv Komandi sunnudag er fyrsti sunnudagur í advent, og tá verður ein liturgisk kvøldgudstænasta hildin í Glyvra kirkju. Adventstíðin er ein fyrijáttanartíð, og tí verður evnið fyri gudstænastuna fyrijáttan og uppfylling. Gudstænastan gongur undir heitinum >>Teir sjey lestrarnir<<. Við hesum heiti verður sipað til sjey lestrar úr Gamla Testamenti. Felags fyri hesar lestrar, sum standa eitt nú hjá profetunum Jesaja og Mika, er fyrijáttanin um Kristi føðing jólanátt. Fyri hvønn lestur verður eitt ljós tendrað í sjeyarmaða ljósastakanum, eins og tað fyri hvønn lestur verður sungið úr kenda sálminum >>Lat hurðar upp, ger borglið breið, hin dýrdardrottur er á leið!<< Gudstænastan verður kl. 19, og aftan á verður adventshugni í kjallaranum í missiónshúsinum. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Upprunahandritið til Barbaru: Ongantíð verið burtur Tað er beinleiðis skeivt, sum kom fram, tá 100 ára føðingardagurin hjá Jørgen-Frantz Jacobsen varð hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum mikukvøldið, at upprunahandritið nú varð funnið aftur, og at danski bókmentagranskarin Hanne Flor Sørensen hevur funnið tað aftur. Skal ein finna nakað, so má tað fyrst vera horvið, og upprunahandritið til Barbaru hevur ongantíð verið horvið. Heinesenfamiljan hevur goymt handritið í 62 ár Upprunahandritið til bókina "Barbara" hevur verið í húsunum hjá familjuni hjá Williami Heinesen í 62 ár, til tað varð latið familjuni hjá Jørgen-Frantzi í síðstu viku. Mikudagin lat familjan hjá Jørgen-Frantzi Landsbókasavninum handritið, men æruna fyri at hava funnið handritið aftur fekk Hanne Flor Sørensen, sum hevur granskað í skaldskapinum hjá Jørgen-Frantzi. Eftir standa næstringarnir hjá Williami sum kánus, tí tað eru teir, ið hava varðveitt upprunahandritið í samfull 62 ár, men fingu onga tøkk fyri tað. Zacharias Heinesen, sonur mæta skald okkara William Heinesen, hevur havt upprunahandritið til Barbaru, síðan mamma hansara, Elisa, lat honum tað í varðveitslu fyri fáum árum síðani. Hósdagin í síðstu viku gjørdi familjan av at lata næstringum hjá Jørgen-Frantzi handritið, so at tey kundu lata Landsbókasavninum tað. Nú er tað sostatt ogn Føroya fólks. Tað, sum Zacharias í hesum sambandi fílist á, er, at tað ikki hevur verið nóg væl kunnað um søguna hjá handritinum. Hanne Flor Sørensen fær heiðurin fyri at hava funnið handritið aftur, hóast tað ongantíð hevur verið burtur. Teirra familja verður næstan ikki tikin uppá tunguna í sambandi við, at handritið skal vera komið undan kavi aftur. Tað hevur ligið uppi hjá teimum, síðan William fekk tað í 1938. Tað hevur annars verið at hoyrt, at handritið er mist burtur, og at Hanne Flor hevur funnið tað aftur. Handritið hevur ongantíð verið burtur, men tað hevur altíð ligið trygt og gott hjá foreldrum mínum. Tó er tað Hanne Flor, sum skal hava funnið handritið aftur, og vit standa undrandi, sigur Zacharias Heinesen. Harmast støðuna Zacharias og familja hansara eru ikki sørt hørm um, at fólk kunnu hava fingið ta fatan, at handritið hevur verið burtur, tí tað hevur tað sambært teimum ongantíð verið. Hanne Flor Sørensen hevur fingið loyvi frá familjuni hjá Williami, at granska í brævaskiftinum millum William og Jørgen-Frantz. Hesi brøv liggja á Det Kongelige Bibliotek í Keypmannahavn og fyri at granska í teimum, skal ein hava loyvi frá næstringunum. Hanne Flor Sørensen hevur í tíggju ár granskað skaldskapin hjá Jørgen-Frantzi, og hon fer í næstum at geva út bók um skaldið. Av tí at Hanne Flor granskaði skaldskapin hjá Jørgen-Frantzi, helt Zacharias, at tey ikki skuldu fjala nakað, og lat henni tí ymiskt tilfar úr teirra goymslum, sum hevði við Jørgen-Frantz at gera. Harímillum var upprunahandritið. Avtalan var, at hon ikki skuldi fara víðari við nøkrum av hesum, men tann avtalan er ikki hildin. Tilfarið hevur hinvegin verið víst fram, sigur Zacharias. Zacharias sigur, at teirra ætlan var allatíðina, at handritið skuldi latast Landsbókasavninum. Men tá familjan hjá Jørgen-Frantzi kravdi at fáa handritið, varð tað fyrst latið teimum ístaðin. Hetta varð gjørt, eftir at familjan hevði tingast um, hvat gerast skuldi við handritið. Vit hildu, at tað var uppá sítt pláss, at lata familjuni hjá Jørgen-Frantzi handritið, og hon kundi síðani lata Landsbókasavninum tað. Á samkomu í Norðurlandahúsinum mikudagin, takkar Súsanna Danielsen Hanne Flor Sørensen fyri at hava funnið handritið aftur, og tað undrast vit stórliga yvir. Hanne Flor hevur ikki fingið loyvi frá okkum at róta í okkara goymslum, sigur Zacharias. Súsanna er kedd av hesum Um familjan hjá Williami Heinesen følir seg nipna í hesum her, so eri eg kedd av tí, og eg eri sera takksom fyri, at tey hava goymt handritið í so nógv ár. Eg var kanska eitt sindur ørkymlað, sigur Súsanna Danielsen, sum er systurdóttir Jørgen-Frantz. Eg havi ikki vitað nakað um hatta handritið, og Hanne Flor hevur spurt eftir tí í langa tíð, og eingin hevur vitað nakað um tað. Eg meini enn, at hon hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at finna tað fram, men harvið vil eg ikki taka nakað frá teimum, sum hava goymt tað í 62 ár, og eg eri glað fyri tað. Upprunahandritið Zacharias greiðir frá, at tá Jørgen-Frantz andaðist í 1938 hevði hann nakað av skuld, og tí legði skiftirætturin hald á búgv hansara. Harímillum var handritið til Barbaru. William Heinesen, Kristian Matras og Trónd Olsen vildu hava handritið loyst, tí teir høvdu ætlanir um at geva tað út í bók, men tað var ov kostnaðarmikið at keypa leyst. Teir gjørdu alt fyri at fáa hendur á handritinum, tí teir høvdu ætlanir um at geva tað út, men tað gekk rúm tíð, áðrenn tað varð leysgivið. Teir fóru síðani til Gyldendal við handritinum, men ein ritstjóri har, ráddi teimum frá at geva tað út í tí líki, tað var í, av tí at nakað vantaði í søguni. William tók síðani ta uppgávu á seg at leggja seinastu hondina á verkið, og so varð bókin útgivin. Bókin seldi avbera væl, og hon rindaði skuldina hjá Jørgen-Frantz. Upprunahandritið, sum Jørgen-Frantz skrivaði, liggur nú á Føroya Landsbókasavni, og vit eiga tað øll. John Johannessen - john@sosialurin.fo Tinganes er lukkað land Løgmaður staðfestir, at landsstýrið ikki ætlar at almannakunngera nakað meira um nýggja sjálvstýrisleistin, fyrr enn ein avtala er fingin í lag við danir Nógv samband hevur verið millum løgmann og danska forsætisráðharran um nýggja sjálvstýrisleistin, sum landsstýrið legði 2. november. Men løgmaður ætlar sær einki at siga um, hvat gongur fyri seg millum landsstýrið og donsku stjórnina fyrr enn partarnir eru komnir til eina avtalu. Andstøðuleiðararnir, Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard, kravdu á fundinum í uttanlandsnevndini í gjár at fáa meira at vita um samskiftið millum landsstýrið og donsku stjórnina. Men tað fingu teir ikki. Einki innlit Fjølmiðlarnir hava eisini roynt at fingið innlit í hetta samskiftið. Men tað hevur higartil ikki eydnast. Sosialurin sendi 14. november Løgmansskrivstovuni eina umsók um alment innlit í alt samskifti millum Løgmansskrivstovuna, danska forsætisráðið og aðrar myndugleikar síðani 26. oktober, tá fullveldissamráðingarnar slitnaðu. Svarið frá Løgmansskrivstovuni var stutt og greitt. Einki skjal fyriliggur í fullveldismálinum, sum er daterað eftir 26. oktober og sum er umfatað av lógini um alment innlit. Løgmaður váttar kortini, at hann hevur havt regluligt samband við danska forsætisráðharran um nýggja sjálvstýrisleistin hjá landsstýrinum. Sambært grein 6 í lógini um innlit í fyrisitingina, hevur borgarin eisini krav uppá innlit í munnligt samskifti millum myndugleikar, sum hevur týdning fyri avgerðina í einum máli. Tískil kundi hugsast, at tað skuldi borið til at fingið innlit í samskiftið millum løgmann og danska forsætisráðharran. Men hetta ber kortini ikki til. Samrøðurnar millum Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup Rasmussen eru ikki umfataðar av lógini um alment innlit, er svarið úr Tinganesi. Óformelt samskifti Løgmaður sigur endamálið við samskiftinum við danska forsætisráðharran vera at fáa í lag eina avtalu eftir nýggja leistinum, sum samgongan hevur sett sær fyri. Men Anfinn Kallsberg vil kortini ikki kalla samskiftið við Poul Nyrup Rasmussen samráðingar. Talan kann ikki vera um samráðingar, uttan partarnir sita hvør sínu megin eitt samráðingarborð við hvør sínum útspæli, sigur løgmaður. Vit spyrja so løgmann, um samskifið við danska forsætisráðharran sostatt kann kallast óformelt prát. Men tað heldur løgmaður als ikki. Talan er hvørki um samráðingar ella óformelt prát. Talan er um samskifti, sum hevur til endamáls at finna eina semju um nýggja leistin, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður skilir ikki, hví fjølmiðlarnir hava so stóra trongd at fáa at vita nágreiniliga, hvat hann og danski forsætisráðharrin tosa um. Hann vísir á, at málið er á einum slíkum støði júst nú, at tað ikki er egnað at verða broderað og hongt út á ymsar hættir av fjølmiðlunum. At halda á at krevja innlit í samskiftið er tað sama sum at krevja at sleppa at sita undir liðini á mær, hvørja ferð eg tosi við Nyrup í telefonini, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður ger greitt, at tá ein avtala fyriliggur, skulu fjølmiðlar og onnur púra greitt fáa at vita, hvat avtalan inniheldur. Men einki kemur út áðrenn tað, ger løgmaður greitt. John Johannessen - john@sosialurin.fo SOS Knúkur Tað er ein øgilig sorlan, tá Fokker F27 fer gravandi niðan gjøgnum hagan. Mold og steinar fara sendandi í allar ættir, og buldrið av trykkluftslangum doyvir næstan skríggini og neyðarrópini inni í flogfarinum Bókaummæli >>Nú hevur D.J. Bærentsen, landsdjóralækni ligið eina løtu á vøllinum niðan fyri vrakið. Pínan í búkinum og flagbróstinum er øgilig. Hann fer so smátt at kanna, hvussu vorðið man vera við heilsuni. Armarnir eru heilir, merkir hann. Og beinini eru eisini heil. So merkir hann við hondini inn á búkin, og hann er sannførdur um, hvat bagir: Livurin er farin. So er bara at bíða hjá Bærentsen, tí so mikið veit hann sum djóralækni, at tá livurin er farin, forbløðir tú skjótt. So hann tekur pulsin og hyggur at holdinum, tað eigur skjótt at fara at blikna. Og pulsurin eigur at fjara út. Men eina løtu seinni er puslurin tann sami, og holdið er ikki bliknað tað allar minsta. Samstundis hoyrir hann óhugnalig neyðarróp uppi á vrakinum. Ein øgilig sukkan. Harragud, her liggur tú og hevur ilt fyri bróstinum og ilt í búkinum, men hetta hevur svarta onki at siga, hugsar hann við sær sjálvum. Hann reisir seg og gongur niðan móti vrakinum, Tá hann kemur til vrakið, eru tey, sum frægast eru sloppin frá vanlukkuni, longu farin at bera løstað út úr vrakinum. Har á vøllinum liggur millum onnur Eyðbjørg Mikkelsen. Maðurin, Tórbjørn, hevur fingið stóran skelk og er fullkomiliga í ørviti. Stendur bara og rópar á Eyðbjørg og biður hana koma inn í vrakið...<< Spenningssøga Hetta ljóðar sum ein spenningssøga, og tað er tað eisini. Men hetta er ikki ein av teimum spenningssøgunum, sum kunnu bólkast undir fagrar bókmentir. Vit tosa um bókina >>SOS Knúkur<<, sum Grækaris Magnussen hevur skrivað um flogvanlukkuna í Mykinesi í 1970, tá íslandsflogfarið datt niður á veg úr Bergen til Føroya. Bókin er heilt greitt eitt siðsøguligt avrik. Men hon er skrivað soleiðis, at hon kann lesast sum ein fiktiv spenningssøga. Tá tú fyrst ert farin at lesa, gevst tú ikki, fyrr enn tú ert liðugur við bókina. Grækaris byrjar bókina meistarliga >>in medias res<< - mitt í gongdini. Íslandsflogfarið glíður smidliga niður millum skýggini vestan fyri Vágoynna, og lívliga frásøgnin ger, at lesarin kennir tað, sum hann er við umborð á flogfarinum. Sum lesari kennir tú næstan vanligu ristingarnar, sum eru í einum flogfari, ið flygur inn til Vágar, tá tú lesur samskiftið millum flogskiparan og tornið á flogvøllinum inni ímillum frálíkar lýsingar av huglagnum umborð. Bókin greiðir eisini ógvuliga livandi frá ymsu persónunum, sum eru við í flogfarinum, og teimum, sum eru við at bjarga. Mongu frásagnirnar, sum høvundurin hevur fingið frá fólki, eru settar saman til eina væl lýsta søgugongd yvir mongu tímarnar, tey særdu liggja og sløðast í haganum í Mykinesi, uttan at vita hvar tey eru stødd. Somu mynd fáa vit av bjargingararbeiðinum. Hendan fyrsta bókin hjá Grækarisi Magnussen er heilt greitt ein bók, sum er verd at lesa. Hugtakandi at lesa føroyska siðsøgu í búnanum hjá eini spenningssøgu. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt djúpt lágtrýst, 961 hPa. vestan fyri Írland fer spakuliga norðureftir, og brúgvalagið haðani fer um Føroyar leygardagin. Lágtrýstið í útsynning úr Føroyum fer í landnyrðing og ein lítil hátrýstryggur verður yvir Føroyum seinnapartin sunnudagin. Veðrið í dag: Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og regn eitt skifti. Um kvøldið minni vindur av útsynningi og ælingur. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið sunnudagin: Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og okkurt ælið, men seinnapartin minni vindur og yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið mánadagin: Fleyr til gul av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Um kvøldið frískar hann vindin av eystri. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið týsdagin og mikudagin: Hann veksur vindin upp í hvassan vind av landsynningi, eitt skifti møguliga skrið. Stundum regn og hitin millum 6 og 9 stig. Mikudagin útsynningur og minni vindur og ælingur. Eitt sindur kaldari. Í gjár: Eitt djúpt lágtrýst, 961 hPa. vestan fyri Írland fer spakuliga norðureftir, og brúgvalagið haðani fer um Føroyar leygardagin. Í dag: Lágtrýstið í útsynning úr Føroyum fer í landnyrðing og ein lítil hátrýstryggur verður yvir Føroyum seinnapartin sunnudagin. Fyrigivin og flongdur Landsstýrismaðurin Torbjørn Jacobsen hevur sagt alment, at løgmaður er landasvíkjari við fleiri líkum í lastini. Hetta mugu sigast at vera stór orð at brúka um ein løgmann. Andras Miðskarð Klaksvík Landsstýrismaðurin Torbjørn Jacobsen hevur sagt alment, at løgmaður er landasvíkjari við fleiri líkum í lastini. Hetta mugu sigast at vera stór orð at brúka um ein løgmann. Men eftir at løgmaður hevur fyrigivið Torbirni, og Høgni Hoydal hevur flongt hann (onkunstaðni ímillum eitt reytt- og eitt gult kort), so standa tveir ósvaraðir spurningar eftir: 1. Hvat meinar Torbjørn Jacobsen nú um løgmann? 2. Hvussu verður við frídøgunum 1. mai og 5. juni? Torbjørn Jacobsen handlar, sum um hann longu hevur fingið loysing. Fyri honum er 5. juni ikki grundlógardagur. Men Starvsmannafelagið og helst onnur fakfeløg við, hava samrátt seg til ein hálvan frídag tann 5. juni. Hvat skulu føroyingar nú gera tann 1. mai og 5. juni komandi? Hevur Jákup Sverri Kass snorksovið hesa tingsetuna Tað er rættiliga margháttligt at lesa grein hjá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni Sjálvstýrisfloksins. Áki Andreasen Fyri tað fyrsta skuldi ein ikki trúð, at maðurin hevði verið partur av sitandi samgongu hesi seinastu árini. Lat meg siga beinanvegin at vit eru fleiri sum taka støðu frá atburðinum hjá Torbjørn Jacobsen, í óhepna úttalilsinum um løgmann. Fyri tað næsta so skal Jákup Sverri Kass minnast, til at tað var Sjálvstýrisflokkurin, sum frá fyrsta degi setti sum eina ófrá-víkiliga treyt, at halda fólkaatkvøður tíðliga og seint og hevur gjørt tað síðan; so tað er ein heldur ivasamur framburður tá tú skrivar: >>Latið okkum yvirtaka eftir førimuni, og tann dagur kemur, har vit hava yvirtikið og gjalda fyri øll málsøkið sjálvir. Latið okkum tá taka eina fólkaatkvøðu...<<, eg haldi at tað hevði verið eitt gott hugskot at tingmanningin hjá Sjálvstýrisflokkinum, tosaði saman, tí semja er um í samgonguni at ein fólkaatkvøða skal haldast komandi vár; høvuðsendamálið er at fáa eina semju um - ella ein meiriluta fyri at fullføra eina ætlan, sum arbeitt verður við í løtuni - hatta burdi tú kunna tikið við í greinina, men hálvir sannleikar og brot hava altíð ligið Sjálvstýrisflokkinum nær, og ikki at tosað, tann so eyðkenda >>ping-pong<< politikkin hjá Sjálvstýrisflokkinum. Fyri tað triðja so hevur varaløgmaður ikki proklamerað nakað sum helst, hann kom við einum dømi, men kanska er hetta funnin fressur hjá einum ungum politikara at rista áræði av sær og leypa í sambandsleirin, men hvat hevur tú so gjørt á Føroya løgtingi hesa tingsetuna? Fyri tað fjórða, so er fullveldisætlanin hjá sitandi samgongu als ikki koyrd á bláman, hugsað um alt tað kunnandi tilfarið sum er komið frá hondini, tað situr ein grundlógarnevnd og arbeiðir við at smíða eina grundlóg fyri Føroyar... á bláman? Hvítabók - tað valaverk, stendur eftir sum ein týðandi partur av kanningum gjørdar í sambandi við fullveldisætlanina - á bláman? Jákup Sverri Kass - tú kanst ikki siga tað at samgongan sparir upp til eitt fullveldi, tú kanst heldur ikki siga at fólkið í Føroyum bløðir, um tú veruliga meinar at tað stendur so illa til í Føroyum - so gloymir tú skjótt; tí eitt er púra greitt, tað er eingin kunstur at brúka eina rúgvu av pengum >>í einari handavending<<, fyri at nýta tað tugda orðið hjá tær, men heldur hvussu tú skilabest uppbyggir eitt samfelag, og tá tú so kemur við >>Eidesgaardsvaduni<<, um at eingin veruligur politikkur verður førdur vegna fullveldisætlanina, so haldi eg veruliga at tú undirmetir samgonguna alla sum hon er - eisini tín floksfelaga, tí tú burdi vit at henda samgonga hevur lagt lunnar undir eina komandi oljuvinna, henda samgongan hevur lag tunnar undir eina nýggja kommunuskipan, henda samgongan hevur lagt lunnar undir eina nýggja pensjónsskipan (sum tó ikki er heilt liðug enn) og soleiðis kundi eg hildið fram, alt hetta umframt fullveldismálið... so Jákup Sverri Kass, eg haldi at tú skuldi tikið og endurskoða hetta valskeiðið, og síðan skrivað hvat MEIR tú kundi hugsað tær. Vit eru fleiri, sum halda at heimastýrislógin skuldi verið avtikin, fyrst av øllum og síðan ein avtala millum Danmark og Føroyar sett í gildi, sum greitt ásettti ymiskt - sum hevði við ríkisrættarligu støðu Føroya at gera. Tú veist eins væl og øll onnur at ein skipan við skattalætta er á veg, og henda skal samskipast í landsstýrinum, hví tú letst so óvitandi - ella um tú veruliga er óvitandi um hvat fer fram í samgonguni, skal eg ikki gera meg klókan uppá. Men eitt er so greitt, og tað er at tú hevur havt tað nakað ringt hesi árini landsstýrið hevur arbeitt við fullveldismálinum, nú tú avdúkar at tú als ikki er ein fullveldissinnaður føroyingur - tað skuldi so fingið onkrar klokkar at ringt hjá >>sjálvstýris-veljarum...<<. Eg skal ráða tær til at halda teg til veruleikan og seta teg inn í tingini hvat samgongan arbeiðir við, tí hevði tú gjørt tær tann ómak, nýttist tær ikki at koma við hasari fjákuti greinini í Dimmalætting fríggjadagin 24.11.2000. Eg síggi fyri mær at samgongan - tá valskeiðið er runnið, hevur sett skjøtil á eina nýggja tíð í Føroyum, har greiðar avtalur um blokkin, yvirtøkur og framtíðarviðurskifti við Danmark standa sólkarklárar fyri øllum føroyingum. Eg ímyndi mær eisini eitt samfelag har øll tey tungu samfelagsmálini sum henda samgongan hevur arbeitt við eru avgreitt. Um vit so kunnu gleða okkum til eina frælsar Føroyar innan eina rímuliga tíð, ger støðuna als ikki verri, hr. Jákup Sverri Kass. ODDAGREIN: Óvissa og tilbúgving Trý av oljusamtøkunum, sum hava fingið leitiloyvi á landgrunninum, eru eftir øllum at døma klár til at seta borin í Tey hava í hvussu er gjørt av, nær og hvar tey skulu bora næsta ár. Statoil-bólkurin fer longu at bora í seinnu helvt av mai ella tíðliga í juni, síðani kemur túrurin til Amerada Hess bólkin og loksins til BP. Við øðrum orðum verða tríggir ella helst fýra brunnar boraðir á landgrunninum frá mei til oktober næsta ár. Men er er tó eitt stórt men. Og nakað sum oljufeløgini eftir øllum at døma kenna seg ógvuliga ótrygg við. Tað er tað arbeiði, sum føroyskir myndugleikar skulu gera í sambandi við tilbúgvingin og umhvørvisgóðkenning, áðrenn oljufeløg kunnu og vilja bora. Hetta sýnis eftir øllum at døma vera nakað, sum ikki er komið uppá pláss enn, og eftir eru bert nakrir fáir mánaðir, til borast skal. So kann ein spyrja, hvør tað er, sum hevur ábyrgdina av hesum øki. Tað hevur verið Vinnumálastýrið, men nú er tað so Fiskimálastýrið. Aftrat hesum báðum er so Oljumálastýrið, sum hevur havt ábyrgdina av stórum parti fyri ikki at siga øllum útviklinginum á oljuøkinum. Herfyri úttalaði ein av stjórunum í einum av oljufeløgunum, sum skal bora næsta ár, at tíðin er við at ganga undan fyri at fáa eina veruliga tilbúgving uppá pláss. Hetta er nakað, sum oljufeløgini taka í størsta álvara, og her er eingin góða mamma, tilbúgvingin skal vera uppá pláss. Annars verður eingin boring. Ein kann tí ímynda sær, at oljufeløgini í løtuni ganga við einum ótta um, at tilbúgvingin rætt og slætt ikki verður klárt til næsta summar. Men her finst so eitt alternativ, og tað er at lata breskum myndugleikum ábyrgdina av tilbúgvingini í hvussu er í byrjanini. Tvs. at so kemur alt at ganga úr Aberdeen. Men hetta er so ikki í tráð við andan í útbjóðingarlógini, at sum mest skal fara um føroyskt øki. Men eitt er tilbúgvingin, eitt annað er so umhvørvisgóðkenningin og tað sum fylgir við henni. Tað vil vera einki minni enn ein skandala fyri føroyskar myndugleikar, um so er, at vit ikki megna at fáa tilbúgvingina uppá pláss, nú Oljumálastýrið jú hevur latið loyvini til at bora næsta ár. Eru vit seinir á sjóvarfallinum, so má øll ferð setast á umrødda mál beinanvegin, og tey ymsu stýrini mugu til at arbeiða betur saman. Men mest umráðandi er at vita, hvør veruliga hevur ábyrgdina. Og tað hevur helst Fiskimálastýrið. Hvat tað so ætlar við donsku sjóverjuni við Føroyar og hvønn leiklut hon skal hava í eini føroyskari tilbúgving er eisini áhugavert at vita. Her má ein gera sær greitt, hvat er politikkur og hvat er veruleiki. Sosialurin Noel Fidel HIMNOS DEL CIELO. Fyri fyrstu ferð er ein jólafløga spæld inn á Kuba. Hóast teksturin er spanskur, eru útgevararnir norðmenn Birgir Kruse "Kom heim til mín á jólum" ella á spanskum "Ven a mi casa esta navidad". Soleiðis rópast fyrsta jólafløga, sum gjørd er á Kuba. Tað er Katja Cardenal, sum syngur spansku jólasangirnar, sum festir vórðu á band í Studio Abdala í hitanum í kubanska høvuðstaðnum Havanna í summar. Katja er ættað úr Nikaragua, men býr í Noregi. Har hevur hon fingið plátufelagið Kirkelig Kulturverksted áhugað í ætlanini, sum Erik Hillestad hevur skipað fyri. Nú er fløgan við spansku jólasangunum í sølubúðunum. Norska plátufelagið Kirkelig Kulturverksted hoyrir til bókaforlagið Aschehough og hevur í mong ár gjørt vart við seg innan nýskapandi tónleikaupptøkur. Millum annað hevur felagið skipað fyri upptøkum í Voskresenije kirkjuni í Moskva í oktober 1993 við einum einføldum dat-bandupptakara, har norðmenn og russar møtast í stórbarum ljóma. Og skrúvar ein hart frá, hoyrast hernaðarvagnarnir, sum snurra í gøtunum. Ein bæði skakandi og hugvekjandi løta meðan Faðirvár verður framborið á russiskum og givið út í Noregi. Norska plátufelagið hevur eisini verið í Suðurafrika, New Orleans og Andesfjøllum, at føra saman norskar sangarar og tónleikarar við tí fremmanda og oftani eksotiska. At politikkur, mentapolitikkur, hongur uppi við er sjálvsagt. Einki er vandafullari enn tónleikur, ið hevur eina meining. Tað minti Mikael Wiehe okkum á í Norðurlandahúsinum týskvøldið. Sama norska plátufelag hevur eisini megnað at flyta skaldskap hjá so stórum nøvnum sum Bob Dylan, Leonard Cohen, Hank Williams og Kris Kristofferson í norskan búnað og geva tilfarið út á fløgu til almenningin at njóta. Fyri stuttum skipað Kirkelig Kulturverksted fyri, at norski urguleikarin Iver Kleive og danski vísusangarin Povl Dissing møttust í Odense dómkirkju. Á skránni stóð Grundtvig og burturúr spurdist forvitnisliga fløgan "Den Signede Dag", har eisini gittarleikarin Knut Reiersrud er við. Fyrr í ár, tað var á ólavsøku, gava sama plátufelag út verkið "Rex Olavus", har Ólavur Halgi verður heiðraður við gregorianskum kirkjusangi í Niðarós dómkirkju. Eitt rætt túsund ára hald. Aktuella jólafløgan við Katju Cardenal er hin fyrsta loyvda upptøkan við jólatónleiki av oynni Kuba. Haðani hevur til denna dag ikki hoyrst jólasangur í advent. Jólahald og alt, ið har hoyrir til, hevur verið bannað í fleiri ára tíggju. So sigur Fidel. Fyri kubansku tónleikararnar hevur henda summarsliga uppliving við kalligum norðbúgvum tískil verið nakað heilt serligt. Teir hava hepnast at tónseta fyrstu kubansku jólafløguna. Serliga stóran týdning hevur kubanski gittarleikarin Rey Guerra havt. Eyðkendi suðurlendski gittarleikur hansara merkir týðuliga fløguna og fær okkum at hugsa um heitaru londini. Afturvið jólaboðskapinum. Ein boðskapur, sum á okkara leiðum helst hevur verið greiðastur í atgerðini hjá Solvognen í Magasin du Nord í Keypmannahavn fyri fjórðings øld síðani. Og so er tað myndamaðurin, aftanfyri sangarinnuni á kubansku jólafløguni. Mín sann um tað ikki er Alberto Corda. Hyggja vit at tiltiknu plakatini hjá Torbirni í mentamálastýrinum, so síggja vit, at hetta er maðurin aftanfyri kendu Che Guevara myndina. Jú, hann er frammi enn, Alberto Corda. Katju Cardenal hevur hann avmyndað framm fyri Kristus-myndina við innsiglingina til Havanna. Úrvalið av sangum á hesi søguligu kubansku útgávu fevnir víða. Her eru teir vanligu jólasangirnir sum "Gleðilig jól" og "Føgur er foldin". Og eisini "Mary's Boychild" og "Eg gleðist so hvørt jólakvøld". Men í egnari spanskari týðing. Katja Cardenal hevur sjálv umsett. "Noche de Paz" og "Bella es la Terra". Og norski jólasangurin hjá Marie Wexelsen frá 1859 og sum Jákup Dahl týddi í 1931 "Eg gleðist so hvørt jólakvøld" eitir á spanskum "Soy tan feliz cada Navidad". Við sálmabókini og tektsheftinum í hesi forvitnisligu útgávu í hendi, kunnu vit læra eitt vet av spanskum í advent. Millum annað at "ljóðið av himni" á spanskum eitir "himnos del cielo". Og tittulsangurin á aktuellu jólafløguni er "Ven a mi casa esta Navidad", sum á føroyskum kundi ljóðað "Kom heim til mín á jólum". Og tað er serliga í hesum sangi, at ein merkir ljósa og lætta kubanska stevið og huglagið, ið helst man liggja tættari at sannari fest og veitslu, ið hoyrir jólunum til, enn okkara mangan døkku og tungu sálmum og sangum. Jólini ikki fyrr enn desember Longu í oktobur byrjaðu tey at pynta í handlunum her niðri. Og nú er um reppið at vera desembur, men eg eri slettis ikki komin í jólahýr enn. Alt hetta jólastákið í ótíð hevur virkað heilt umvent uppá meg. Eg vil ikki hava jól fyrrenn jólini eru, tí eg verið so troytt og móð av jólunum, langt áðrenn tey eru byrjað! So eg lati oyru og eygu aftur, so nógv sum eg kann, so eg ikki verði tikin á bóli av hesum jóla-óløginum, sum skolar út yvir landið. Eg haldi ikki, eg eri tann einasta, sum hevur tað soleiðis... Fyri tveimum árum síðani, júst um hesa tíðina, tá dóttur mín var átta ára gomul, funnu børnini í frítíðarheiminum hjá henni uppá at mótmæla at halda jól so tíðliga. Tey gjørdu sær plakatir, sum tey settu upp í vindeyguni út móti ferðslutungu gøtuni St. Kongensgade, har nógv fólk kom framvið og kundi síggja boðskapin. Á plakatunum stóð við stórum stavum: "Jólini eru ikki fyrrenn í desembur!" Og jú mínsann. Tað vakti ans. Hetta var, sum tá drongurin á sinni helt fyri, at keisarin ikki var ílatin! Børnini komu í bæði útvarp og sjónvarp og alt. Tey blivu spurd um, hví tey høvdu funnið uppá hetta. Um teimum ikki dámdi jólahugna? Ájú, tað var jú nettupp tí tey IKKI vildu hava jólahugnan spiltan, at tey heittu á fólk um at binda frið! Og kring alt Danaland vóru tað ivaleyst nógv, sum nikkaðu og ásannaðu, at hesi skilagóðu børnini høvdu so púra rætt. Jólini eru ikki tey somu, sum tey vóru, tá eg var barn í Føroyum. Í seytjan ár havi eg bara tvær ferðir verið heima á jólum - seinastu ferð fyri 7 árum síðani, so nógv kann vera broytt harheima, sum eg ikki veit um. Men sum eg minnist føroysk jól, eru tey væl meira merkt av jólasálmum og kirkjugongd enn jólini herniðri. Í Danmark í dag er Jesusbarnið næstan heilt gloymt í øllum rokanum av nissum og jólamonnum. Útvarpið spælir bara popput jólaløg. Hvar eru teir hugnaligu friðarligu jólasálmarnir? Alt er merkt av, at handlarnir vilja tjena sær so nógv oyru sum yvirhøvur gjørligt. Lýsingar floyma úr bløðum, sjónvarpi og útvarpi. Handilsgluggarnir skína og bleiktra í alskyns føgrum litum. Og alt verður kryddrað við einum ljóðteppi av jólapoppi, sum skal smyrja okkum oyruni og gera knøini bleyt, so vit lættari lata okkum freista. Tað eydnast eisini at fáa fólk at renna runt sum ør á gøtum og geilarhornum inn og út úr handlum - ofta mest fyri at hyggja uttan at keypa nakað, tí avgerðirnar, um hvat skal keypast til moster Bente og Onkel Søren og øll hini verða kortini ikki tiknar fyrr enn í síðstu løtu av teimum flestu. Úrvalið er so risastórt, at fólk verða púra ørkymlað av tí. Vit mugu jú fyrst vita, hvat er at fáa hjá hvørjum, og hvat tað kostar í mun til í hinum handlunum. Tað tekur tíð - og orku. Ístaðin fyri at ansa eftir neyðars pengapungum okkara og bara hugna okkum í frið og náum heima, renna vit pøst og við sveittabrot avstað sum seyður, ið verður rikin í rætt, og spilla okkum sálarfriðin. Beint nú eru tað bara hesi strævnu jólini, sum eg bíti merki í. Allarhelst tí eg enn ikki havi loyvt rætta jólahýrinum innum enn. Ikki talingur um, at hann sleppur framat fyrrenn 1. desembur! Men so... so vóni eg, at hann kemur. Í ár havi eg so høvi til nakað, sum eg ikki havi havt høvi til fyrr, sum kanska hjálpir - at lurta eftir føroyskum útvarpi á alnótini! So klárt og týðiligt, sum var eg stødd í Føroyum! Eg droymi um at uppliva bara eitt pinkalítið sindur av tí meira heimliga jólahugnanum, sum eg minnist, at útvarpið var ein so stórur partur av, tá eg var barn. Men eg óttist fyri, at siðirnir hjá tykkum heima eisini á hesum økinum hava nærkast (ó-)siðunum á fastlandinum... Men seinasti møguleikin er ikki troyttur, kann eg ugga meg við - eg havi eina dóttir, sum er í røttum jólaaldri enn. Børn og jól - tað hoyrir saman. Um ikki nakað annað kann gera tað, so fer tað uttan iva fyrr ella seinni at eydnast henni at sleppa jólahugnanum innum og smitta mammu sína við rætta jólahýrinum! Dancer in the Dark Dancer in the Dark hjá Lars von Trier var fyri meg ein filmsuppliving av teimum betru. Hann var grípandi, spennandi og skelkandi, aftur og aftur. Hann tók tankarnar og kenslurnar við sær, og hevði næstan ov nógv av góðum tónleiki til eitt kvøld. Meinhard Jensen Filmurin er um lagnuna hjá Selmu (Björk), sum er flýdd úr Kekkia til USA. Hetta er í sekstiárunum, tá heimurin var eystur og vestur og vinstra høgra. Selma býr einsamøll í kampingvogni saman við tólv ára gamla soni sínum, og hon arbeiðir á eini verksmiðju. Um kvøldið gongur hon til dansivenjing, har hon sleppur at uppfylla ein part av sínum egna privata amerikanska dreymi, sum er at vera við í eini musical. Selma hevur tveir grannar til vinir. Maðurin er politistur, og konan snobb. Hon heldur seg vera ríka og livir og letst sum um. Sjálv søgugongdin kemur á glið, tá vit fáa at vita, at sjónin hjá Selmu er hótt, og hon sparir saman til eina operatión til sonin, fyri at hann kann sleppa undan at síggja so illa sum mamman. So hon goymir næstan hvørt oyra, sum kemur inn. Onkur annar fær áhuga í pengunum, og soleiðis uppstendur spenningurin. Genra Dancer in the Dark er settur saman av tveimum filmssløgum. Hann er ein sosialrealistiskur filmur, sum eisini er ein musical. Musicalparturin er ein gandaður dreymaheimur hjá Selmu við tónleiki frá Björk og sterkari litum enn annars. Tónleikurin egnar seg væl til hetta brúkið, tí Björk spælir eitt slag av ídnaðarpoppi, sum í nógvum ber brá av at vera framhald av ljóðunum og kenslunum í gerandisdegnum. Sosialrealisman byggir á krøv frá vinstravonginum um, at listin skal avspegla veruleikan, sum er, at tilveran er eitt stríð millum stættirnar. Lívið hjá Selmu verður lýst sum eitt vónleysur bardagi. Stóri fíggindin er metaforiska myrkrið og amerikanska samfelagið, har arbeiðarin er tann stóri taparin. Aftanfyri báðar genrurnar er ein roynd at skapa eina syntesu, sum ikki bert er musical og sosialrealisma, men eitt listarverk í so nógvum løgum, at tað er torført at greina. Musicalin verður í filminum lýst sum nakað amerikanskt, meðan ein fíggindi Selmu skírir hana anti-amerikanska. Hon verður identifiserað við sosialismu. Soleiðis kemur tað amerikanska, dagdreymir og amerikanski dreymurin og musicalin at standa øðrumegin, meðan tað europeiska, sosialrealisman og arbeiðaratilveran standa hinumegin. Filmurin diskuterar sjálvur filmsgenru, og hvat filmslistin hevur við veruleikan at gera. Søgan endar við eini viðmerking til, hvussu ting enda í veruleikanum. Tí er góð grund til at halda, at Dancer in the Dark eisini er ein filmur um forholdið millum lív og list. Spurningurin fyri hyggjaran er, sum so ofta, hvussu tað nú fer at enda. Vit ána, at tað verður antin tragedia ella eitt filmiskt undur _ antin realisma ella dreymur. Selma Sjálvandi er Dancer in the Dark ein góður filmur, sjálvt um tað væl ber til ikki at dáma hann. Men síggja vit burtur frá, hvat einum dámar og einum øðrum ikki, og gloyma vit filmin sum heild, so haldi eg, at hann skal síggjast fyri Selmu skuld. Lars Von Trier og Björk hava megnað at gera ein persón, sum er so nærverandi og stórur á skíggjanum, at illa ber til at sita stillur í stólinum. Björk segði, at tað tók henni tvey ár at gerast Selma og eitt ár at gerast Björk aftur. Men hon var glað, tá hon sá, hvussu góð fólk gjørdust við Selmu. Filmurin vinnur nógv við at hava ein so nærverandi persón sum miðdepul, tí partur av temanum er, at Selma er ein klassiskur fæloysingur, sum arbeiðir á eini verksmiðju, har einstaklingurin ikki telur meir enn eitt sindur. Tað snýr seg um framleiðslu og ikki persónliga lagnu. Dámar tær tónleikin hjá Björk, so er uppaftur ein orsøk at síggja filmin. Skrivað og leikstjórnað: Lars Von Trier Leikarar: Björk, Cathérine Deneuve Tónleikur: Björk (soundtrack: Selmasongs) Filmurin verður sýndur í Havnar Bio á Listafólkastevnuni í Føroyum í august næsta ár. Meðan bumburnar falla TÓNLEIKUR. Føroysku Afzelius-tulkingarnar stóðu royndina á frálíkari konsert í Norðurlandahúsinum í vikuni Eyðun Klakstein Ósmæðin og ágangandi sang hann í mikrofonina. Orkufulli trubadururin úr Vágunum skrálaði um svíkjarar og hetjur, og meðan bumburnar fullu, gjørdist løtan við Sámali Ravnsfjall á pallinum í mentanarháborgin í Havn ein serstøk løta. Hansara tulking av einum av føroysku Afzelius-sangunum, sum eru á finna á nýggjari fløgu, sum er gjørd svenska sangskrivaranum og sangaranum til heiðurs, var frálík. Ákærandi, beisk og erlig. Júst soleiðis sum Bjørn Afzelius kundi verða í løtum, tá hann ikki var eymur og kerligur. Eyðun sannførandi Týskvøldið var konsert í Norðurlandahúsinum í Havn í sambandi við at ein nýggj føroysk fløga við sangum hjá Bjørn Afzelius kom út. Ymiskir føroyskir tónleikarar og sangarar luttaka nýggju fløguni, sum er gjørd til minnis og heiðurs um svenska tónleikaran, sum doyði tíðliga í fjør. Á konsertini vóru átta av løgunum framførd av einum serligum føroyskum Afzelius-bólki, og skiftandi sangarar sungu sangirnar. Eyðun Nolsøe var í front helvtini av tíðini, og hann var væl fyri. Hann sang sangir sum Juanita, Ikaros og Sangur til frælsi, og tað gjørdi hann sannførandi. Inniligt og intenst Umframt Eyðun sang eisini ein annar stórur føroyskur sangari, Kim Hansen, tvey av teimum stillu og vøkru løgunum hjá Afzelius. Og tær løturnar vóru inniligar og intensar. Sangurin um skilnaðin og stríðið í kjalarvørrinum av eydnusomum kærleika - sangurin um Dukkuheimið - gevur vanliga fólki eitthvørt at hugsa um, og framførslan hjá Kim Hansen av hesum sangi var flott. Kim sang eisini ein annan av friðarligu Afzelius-sangunum - Elska meg nú - og tað var í sama stíli. Heri Kragesten framførdi ein sang. Tað var sangurin um tankarnar, tú fært, tá tú verður fimti. Og so var tað eisini framfýsna framførslan hjá Sámali Ravnsfjall. Ymiskar síður Føroysku týðingarnar av sangunum hjá Bjørn Afzelius stóðu seg sera væl á konsertini, og spurningurin er nú, hvussu fløguútgávan fer at standa seg. Eins og á fløguni var pláss gjørt fyri ymiskum síðum av sangskrivingini hjá Afzelius á konsertini. Svenski sangskrivarin kundi jú bæði syngja teir vøkru og hugtakandi sangirnar, men hann kundi sanniliga eisini hava peikifingurin á lofti, meðan hann sang sínar bersøgnu tekstir um politisk ella menniskjalig viðurskifti av ymsum slagi. Eisini lagsbróðurin Danski sviin Mikael Wiehe hevur samstarvað nógv við Bjørn Afzelius. Teir komu sær báðir fram í sjeytiárunum, tá teir spældu saman í bólkinum Hoola Bandoola Band. Seinnu spældu teir aftur saman, og teir settu eisini gongd á sínar solokarrierur. Mikael Wiehe luttók eisini á konsertini í Norðurlandahúsinum, og hann tosaði og sang um politisk viðurskifti, um at basa levnaðinum at ytsta høgravonginum og at virða mannarættindini. Ideologin og hugsjónin var týðandi partur av framførsluni, men hann kláraði eisini at krydda hana við humori, so tað gjørdist undirhaldandi. Tað var ein góð føroysk byrjan, og tað endaði við væl umhugsaðum orðum og tónleiki frá einum politiskt sannførdum svia. Kanska var tað eisini sangur til frælsi. Skaldið Chr. Matras Morgunin er eitt umráðandi myndevni og eitt afturvendandi tema í fleiri av yrkingunum hjá Kristjani Matras, serliga tey seinnu árini, og skilligt er, at skaldið leggur ein ávísan sýmbolskan týdning í sínar morgunlýsingar. Heðin M. Klein Yrkjarin kennir morgunin á sær, ella heldur innan í sær, sum eina nýbyrjan, hetta: at fara undir ein áður ósæddan dag við øðrvísi møguleikum, eina undranarverda kropsliga og sinnisliga reinsan, ja eina endurføðing, so at skaldið, sum morgnarnir vitja, kann ganga undir náttarlon - við áarfrískum anda. Hesin andin er, haldi eg sjálvur - hvørt hann so er áarfrískur ella andin upp úr sjónum - málandi eyðkennislag í øllum skaldskaparkompositiónunum hjá Kristjani á Brekkumørk. Eg hugsi um henda serliga sansaliga frískleikan. Alsamt kenst skaldskapur hansara líka upprunaligur, klárur sum kelduvatnið, ramur sum sjórámin, einfaldur. Undirritaði dugir ikki at síggja, er hann er nakað petti eldur við árunum, tvørturímóti. Í turrisligum skaldskaparligum ella bókmentasøguligum yvirlitum verður Chr. Matras ivaleyst flokkaður sum náttúrulýrikari par excellence. Tað kann væl vera. Men har er eisini okkurt annað, sum liggur undir. Hjá Kristjani á Brekkumørk var so nógv, sum var munandi øðrvísi - og tí mátti verða øðrvísi orðað - enn tann naknari málburðurin í tjóðskaparromantiska skaldskapinum undan honum. Hjá honum bar ikki til at siga sovorðið sum "eg elski teg land" ella "mítt kæra Viðareiði." Skaldið Chr. Matras var sum aðrir yrkjarar, ið veruliga gera mun, noyddur at rudda grund og leggja nýtt støði undir yrking sína, so at hann kundi geva sínum náttúrukenslum og teimum menniskjansligu kenslum ljóð, ið strongdu á og bóðu um orð, ið ikki fyrr høvdu verið soleiðis søgd á føroyskum. Nógv av tí, sum á skræðuni lítur út sum náttúrulýrikkur, er í veruleikanum eisini tilveruskaldskapur. Eisini menniskjan er náttúra, óloysiligur partur og bundin av aðrari náttúru. Fyrsta yrkingasavnið hjá Kristjani Matras, Grátt, kátt og hátt (1926), lesi eg fyrst og fremst sum eina ramliga tilveru-nýtulkanarroynd, at siga alt sum tað er! Náttúrumagnið á Viðareiði og útsýni haðani vóru, sum vit øll vita, tann kveikjandi login undir skaldskapinum hjá Kristjani Matras. Sjálvur hevur hann latið okkum lykilin til fullfíggjaða fatan av sínum skaldskaparheimi: "hon (náttúran) var tað vandamikla, tað ræðuliga, tað magnmikla - og tað, sum var blíðari og friðsælari enn alt tað, sum hugurin fær loftað." Hetta, sigur skaldið, "var fyritreytin hjá tí, at ein kom at meta logn og friðsælar løtur sum mátt í hægsta lagi." Tað ber boð um sjáldsamt og eyðsýna fjølbroytt náttúruveldi, at yrkjarin haðani fær ljóð bæði fyri tí rama og heidna, fyri tí blíða og ófatiliga friðsama og, ikki minst fyri kenslu síni av rúmd og endaloysi, hesi trý høvuðstemu hansara. Har eru rættan og rangan á oynni. Har eru fløtan og eiðið, hæddin og havið - og menniskjan í øllum hesum náttúrunar stórbæra margfeldi. Har eru dýrdin og ódnin. Men har er eisini tað gerandisliga. Við listarliga kynstri sínum megnar skaldið Chr. Matras sum við gandi at flyta mikrokosmos, ið er Viðareiði ella Viðoyggin, yvir í makrokosmos, yvir í alheimin. Av tí sama hava hansara bestu yrkingar í sær, tó at tær ítøkiliga kunnu vera annaðhvørt stað- ella tíðarbundnar ella bæði, ein sjáldsama alheimligan og tíðarleysan, ein universellan, tóna. Undirritaði fær neyvan við stuttum skotbrá lagt nakað munaligt afturat um eldru yrkingarnar hjá Kristjani á Brekkumørk, sum ikki onnur longu hava sagt. Men tær yngru yrkingar hansara eru, tykir mær, heldur lítið viðgjørdar enn. Chr. Matras útinti á síni longu ævi so mong brøgdini - í vísindum, í týðing og í øðrum við, sum lítið verður sagt um og einki verður viðgjørt í hesum greinastubbanum. Eitt bragdið var tað, at hann á ellisárum megnaði at taka upp nýggjan tátt í síni yrkingarlist, at hann í tóna og sniði evnaði at endurnýggja sín lýriska skaldskap. Okkurt av hesum man tó - longu - hava verið har frammanundan. Tað duga vit betur at síggja nú. Ein undandøttur í hesum skaldskapartátti vóru, ið hvussu er, nakrar heilt fáar yrkingar í 1930-árunum. Tann eyðkendasta, skapað í 1934 ella 1935, er henda: Eg møtti eini gentu. Og eg kendi hvussu várið fór sum lívgandi væti gjøgnum alt sum er til. Skaldið man sjálvt hava verið eitt sindur kløkkað og ørkymlað, ella ið hvussu er eitt sindur ivasamt, um hesa góðu yrking, tí at ikki var hon prentað fyrr enn í Varðanum 1962. Í 1960 verður yrkingin Morgun í Havn til. Annars tekur hesin tátturin í skaldskapi Kristjans seg ikki upp av álvara fyrr enn fyrst í nítjanhundraðogsjútiárunum. Bera vit saman við aðrar yrkingar hjá Kristjani Matras, so sæst týðiligur munur. Í yrkingabólkinum um Páll fanga (1935) letur hann Páll taka so til orða: Eg vildi bróta til mergjar / at royna trúnna úr forðum. Hetta, kunnu vit av røttum siga, gjørdi Chr. Matras sjálvur, myndarliga talað, í eldru yrkingum sínum, bæði innihaldsliga og málsliga, í reglufast skipaðum ørindum við føstum stevi og rútmu. Í teimum nýggju yrkingunum verður málsliga einfeldin avgerandi, rútman leysari, ørindislagið meira streymandi. Tað er altíð vágið at fara aftur um slóðina hjá einum yrkjara. Men kanska fari eg ikki heilt skeivur, tá ið eg nevni onkra eysturlendska ávirkan. Eitt nú kann tað vera nevnt, at Chr. Matras í ummæli í Varðanum 1974 av Flytifuglum, savni av útlendskum yrkingum tekur m.a. soleiðis til um nakrar av yrkingunum eftir Ho Chi Minh, at tær eru: so sterkur og sannur skaldskapur, at eg eri um at halda hann vera besta skald í øllum flokkinum. Lesarin kann sjálvur ætla um og eisini bera saman við annan og eldri eysturlendskan skaldskap. Eru yrkingarnar ella ørindini frá 1970-árunum nýggj uttan á skræðuni, so er evnið í teimum als ikki nýkomið. Tað er - framvegis - skaldsins kensla av rúmd og endaloysi, sum av nýggjum fær mál. Yrkingarformurin hóskar væl til nettup hetta evnið: mótsetningin ímillum tað farandi og tað verðandi, spennið ímillum lívsins avmarkan og lívsins endaloysi, sum eru høvuðsmotiv ella tema í hesum ørindum: Lítillátað mest sum tú vart ikki til birti tú í hugum mildan yl Hann er eftir Og tú ert ikki til Ungur var Chr. Matras, hann fór at yrkja í álvara. Tíðliga var hann fullbúgvið skald, og blaðungur gjørdi hann summar av sínum minniligu tilveruyrkingum. Bara 19 ára gamal skapaði hann yrkingina Hitt blinda liðið, og árið eftir yrkti hann Veðurtrøll og Eg sigi tær satt. Sostatt skrivaði hann longu á 19-20 ára aldri tríggjar megintilveruyrkingar í skaldskapi sínum. Tær eru ikki so øgiliga mangar í tali og rúgva ikki heldur tað heilt nógva, yrkingarnar hjá Kristjani Matras. Hann var vandin í síni yrking sum í øðrum arbeiði. Tað kom meira enn so fyri, at hann hevði einstakar yrkingar leingi í gerð, legði frá sær og tók tær kanska upp aftur mong ár seinni. Heildarsavn við upprunayrkingum og týddum kom í 1975: Leikur og loynd, sum Emil Thomsen gav út. Eftir hetta sonevnda heildarsavn komu, tað eg veit um, av skaldsins egnu yrkingum: Úr sjón og úr minni, 1978 (onnur útgáva 1979), og av týddum yrkingum eru enn at nevna: Nýggjar týðingar, 1981 (egið forlag) - yrkjararnir í hesum savni eru Miroslav Holub úr Kekkia, Zbigniew Herbert úr Póllandi, Robert Burns úr Skotlandi, Georg Trakl úr Eysturríki, Salvatore Quasimodo úr Italia, W.B. Yeats úr Írlandi - og at enda Lucian Blaga: Tólv Yrkingar (egið forlag, 1982). Alt samalt eru hetta merkisverd avrik. Gleðiligt er tað, og undranarvert, at skaldið Chr. Matras, sum tann sanni listarmaður hann var, so leingi hann orkaði, alsamt gjørdi nýggjar royndir og troddi áður ógongdar gøtur, bæði í egnum skaldskapi og í sínum týðingum. Tað blaðunga skaldið Chr. Matras grundar í nøkrum av sínum fyrstu yrkingum um lívsins stóru tilveruspurningar. Tann elligamli yrkjarin spyr seg sjálvan, um skaldsins dreymur kanska er ein døggdropi, ið hýsir allari verðini? - Tá verður úrfáningur skaldsins, ella samanumtøka, yrkingar ella ørindi av hesum slagnum, sum í síni søgn og sínum útsýni gera so manga aðra yrking óviðkomandi og tarvleysa: Ljósið og sjógvurin byrjaðu í fyrndini eitt spæl saman Tað heldur á inn í ævinleikan Andin upp úr sjónum Andin upp úr sjónum hann stendur gjøgnum loft, hann rekur upp um bakkan og inn í tún og toft, hann er við hellustrendur, hann er, har berg er bratt, og fórt tú upp á fjallið, var hann har úr hvørji ætt. Andin upp úr sjónum, tá deyðast er við strond, er mjúkur eins og náttin, ið sígur yvir lond, hann nemur vart við allar sum eitt lukkubroyskið ljóð, hann er eitt ósætt undur, sum ber ófrið í várt blóð. Andin upp úr sjónum, tá ið flóðin legst um Spor, ber flóð í mannahugar, so vit finna ikki orð. Tá bragda góðrarmegir við fjørufuglavass, tá yngist ellishugur við barnafótatvass. Andin upp úr sjónum, tá blámagrøn er vík, og flesjar liggja undir og seiðaberg og brík, og Váti Klettur sprænir ein hvítan foss frá sær, er tá ein trølskur andi, sum spyr um menn og far. Andin upp úr sjónum, tá ið óført er og ódn, hann dregur út á bakkan bæði tilkomin og børn at skoða trøllaleikin, har sjógvur berst við land, og drekka upp í hugan ein ræðsludæmdan gand. Andin upp úr sjónum, í ódn og dýrdarlogn, er gandurin í okkum og lívs várs egin ogn. Vit fáa ikki mist hann, fyrr enn slokað er várt log, hann verður síðsta heilsan, hann var várt fyrsta boð. >>Jól uttanlendis<<, 1941 Snjólýsi stóð av fløtum Snjólýsi stóð av fløtum. Vit skreiddu á tjørn sum ein flugufjøld, tá ið nátt kom á. Tá vaks við ljódligum veldi hamari ramur úr kvøldi, og hátt krýndi himin við stjørnum høvur á hvítari fold. Varðin, 1929 Tað er ei logn Tað er ei logn, ei kyrrubrøgd ið valda lívsins vøllum, tað er hin mikla skýferðin sum sýnir gongd í øllum, tað er tann sterka sjón ið elvir størstu vón, ið veit at lív á jørð er ferð um vandafjørð og dýrt er her at sigra. >>Á Hellu eg stóð<<, 1972 Fjarlagt hvesti hann sjógvin Mjúkliga myrkrið seig. Og børn um hógv undir gørðum. Mál teirra gomul hoyggjhúshurð har gisnaður viður lak út søtan anga í kvøldið. Fjarlagt hvesti hann sjógvin á undurnátt millum fjalla. >>Á Hellu eg stóð<<, 1972 Hagin Fer mjørkarák um kinningar, um brekkugrøs og brýr, tá kyknar upp til minningar tann dýrdin, í mær býr frá fyrstu ferð, ið hagin kvað, so eg í undran lá, og sál var um at bresta, tí eg einki fekk sagt frá. >>Úr leikum og loyndum<<, 1940 Dýrdarkvøld móti hoyburðartíð Dýrdarkvøld móti hoyburðartíð. Víður heimur at ferðast í. Norðlýsi livir um hoyggjaðan vøll. Stjørnur lýsa um hægstu fjøll. Myrkur dvølur við bakkastrond. Himins ljós ganga kyk um lond. Angan av sátum, skróvan av strá. Líðandi náttin komin á. Alt var so stórt í heimsins høll. Gekst har barn yvir hoyggjaðan vøll. >>Á Hellu eg stóð<<, 1972 Víkin fyri eystan Fyrst var tað søgnin um sjónir og hoyrslur, sum menninir høvdu eystur í møl, tá ið fátt var fólk ella mikið var myrkur lunnaskrambul í myrkri og huldubátar við manning, sum fóru burt ella komu, og menninir høvdu til merkis. Síðani sá eg víkina, óvígd tóktist hon vera, alt var so ramt og so heiðið og landið sum rangan á oynni, vátur var bakkin og benini ljótasta skriðulendi, óløgi bóltaðu inn við tungum tonglum frá botni, vatnrikið gamalt slógv barst oman og grótharðir konglar gongulag sítt fekk áin av bøllutum malargróti. - So var, tá bátur var burt ella menninir farnir til húsa ikki var meira ónomið land í allari oynni. Útfyri støðlaðist fiskur og stóð til miðis um skallar, hann søktu brimvátir menn, sum løgdu frá landi á morgni teir vandust dreingir á vás, sum ættin møddist av elli, nutu har fong ella feigð, sum lagna og líkindi lógu. Her kom fiskur á land, og hiðan varð farið at fleyga niðan um burtkrógvað nev á streymmjúkum sjógvi á urðar grøtandi grønt var har grasið, og grótið og gloprini uddu av tí ótarnaða lívi, sum er undir albygdum bjørgum. >>Úr Leikum og loyndum<<, 1940 Kúvingaskelin Við einum djørvum smíli hyggi eg inn í meg sjálvan og taki hjarta mítt í lógvan. Skelvandi trýsti eg dýrgripin av oyranum og lurti. Tað er mær fyri sum eg haldi í hondini eina kúvingaskel og hoyri úr henni langt og óskilligt suð av ókendum sjógvi. Á, man eg vinna fram, vinni eg eina ferð fram av strondini á tí havi eg í dag havi grun av, men ikki síggi? Týtt eftir Lucian Blaga: >>Tólv yrkingar<<, 1982 Eg fái gron av Pokémon Mamma, kunnu vit fara í SMS at keypa Pokémon kort?, - Mamma, eg vil fáa Pokémon kort! - Mamma, eg SKAL hava Pokémon kort!!! - Gotta catch'em all! Urd Johannesen Soleiðis verður júkað í miðal tvær ferðir um vikuna, og munnu ikki fleiri mammur (og pápar...) kenna seg aftur í hesari støðu? Hetta er tann vanliga trítrins-fasan hjá børnum, sum vilja hava eitthvørt. Í sagnorðum lýst stutt og greitt: kann, vil, skal. Og, sum grundgeving fyri at kunna, vilja og skula, er eitt annað snilt trítrins-fasa , sum í ser- og felagsnøvnum kundi ljóðað nakað soleiðis: >>Hanus og Janus eiga ein sooo stóran bunka av Pokémon kortum<<, >>hinir dreingirnir í klassanum, eiga nógv meira kort enn eg<<, og >>øll børnini eiga eisini bøkur og sjónbond um Pokémon<<. Gotta catch'em all! Tjakið gongur aftur og fram inntil mamman um síður gevur skarvin yvir. Túrurin gongur niðan í SMS. Enn einaferð er tað eydnast barninum, at yvirtala mammuna. Enn einaferð grópar mamman niður í lumman eftir teim 7,95 krónunum, sum er kostnaðurin á hesum vælsignaða pakkanum við trimum pokémon kortum og tveimum bubbligummum (sum verða tveitt vekk, tí tey smakka so illa). Aja, tað er kanska ikki so nógv allíkavæl, uggar hon seg við, tó uttan at hava orku til at rokna út, hvussu nógvar pengar, hon hevur brúkt uppá Pokémon síðani henda landaplágan kom fram. Áðrenn vit vita av, eru vit drigin inn í eitt framúrskarandi vælskipað marknaðarføringstól, sum spælir við nakrar grundleggjandi kenslur hjá okkum menniskjum; at vit mugu ikki verða annaleiðis ella verri fyri enn hini. Høvuðsendamálið við slíkum landaplágum tykist vera at fáa fólk at keypa einkisigandi leikur ístaðin fyri mjólk og breyð. Ájavnt við neyðsinjavørur, sum ístaðin fyri at gera okkum fysisk mett gera okkum sálarliga svong. Meira meira. Gotta catch'em all. Á veg heim úr SMS ynskti eg (innantannað) hetta pokémon fyribrigdið av hundan og til og hugsaði um, hvør tað kann vera, sum finnur uppá slíkar plágur. Kann tað veruliga vera vaksin fólk, og kanska enntá foreldur, sum sita hinumegin jørðklótuna og gera slíkar ráðagerðir ímóti teirra sameindu? Ímeðan mínir illu tankar ferðast 'over there' til klóku uppfinnararnar, gongur vælnøgdi sonurin við síðuna av, og hevur spentur skrætt ta glinsutu bláu innbjálvingina av og hyggur eftir teim trimum kortunum. Stórt skuffilsi er nú at síggja í tí fyrr so spenta andlitinum. Hann eigur øll kortini frammanundan, og bubbligummini smakka framvegis av hundan og til. Men hvat er annað at gera enn at royna aftur ímorgin? Gotta catch'em all! Eg ynski meg aftur til tíðina, áðrenn Pokémon var til. Men skjótt gongur upp fyri mær, at tá vóru aðrar plágur. Jojo's, Bøllar, Nintendo, Turtle, Barbie, Actionman fyri at nevna nakrar í bíligara endanum. Í dýrara endanum eru tað súkklur, play-station, teldur, rulluskoytur - rákið ferðast líka so skjótt sum tað allar nýggjasta - rennihjólini - og skjótari enn okkara orka at smíða føroysk heiti, sum hóska til. Hvat er galið við høsnarringum? Hví kunnu børn í dag ikki lata sær lynda av teim fittu og vandaleysu høsnaringunum eins og vit gjørdu, tá ið vit vóru smá? Svarið er at finna í einum orðið, sum sigur alt: Cool! Tað ber ikki til at vera cool uttan at eiga alt tað, sum krevst fyri at vera cool. Cool er her og nú, og ikki ígjár. Plágurnar koma og fara, men tað, sum altíð stendur eftir og arvast eru allar tær kenslur, sum finnast í hesum av útsjónd sakleysa orðinum. Nú ein dagin kom so fyrsta glæsiliga BR-katalogið inn um hurðina. Eitt satt ævintýr við alskins litføgrum leikum, eisini Pokémon. Sonurin hevur gjørt ein langan ynskilista til jóla. Spurningurin er so bert, um jólamaðurin í ár kennir seg noyddan at fylgja við >>Gotta catch'em all-rákinum<<, ella um hann tekur teir bleytu pakkarnar framum. Teimum dáma okkum foreldrum so væl. Kanska man skuldi tikið eitt prát við jólamannin. Yvirskriftir úr bløðum (tikið úr alnetinum) Pokémon-crazy Turkish boy jumps from building, breaks leg (Ankara Post) Man caught stealing Kids' Pokémon Cards (APBnews) Vatican catches Pokémon fever (The Times) 2nd Death blamed on Pokémon Ball (Washington Post) Mothers busted in bus stop Pokémon Brawl (APBnews) Stjørnur í advent SAMRØÐA. Ein minutt áðrenn vit fara á pallin eri eg um at doyggja og vil bara heim at liggja undir dýnuni og goyma meg. Men tá vit koma fram á senuna, so er tað ordiliga ordiliga ordiliga cool, sigur Rannvá Joensen í Creamy Birgir Kruse Hey Rannvá, skilir tú føroyskt? Dugir tú at skriva føroyskt? Ja, eg forstandi væl føroyskt eg dugi væl at lesa føroyskt, men eg dugi ikki at skriva føroyskt. Foreldrini hjálpa mær. Vit snakka føroyskt her heima, so tað er heilt nemt. Tykkara nýggja Creamy-fløga, hjá tær og Rebekku, hvussu er hon sett saman, fløgan? Vit hava valt nakrar nýgjar sangir. 10 nýggir og tveir cover - Little Kitty (The Walkers), Never ending Story. Tú veitst sjálvur hvar hetta lagið er frá. Nógvir ymiskir produsarar eru til teir ymisku sangirnar. Málbólkurin eru tey á mínum egna aldri og eisini tey yngru. Nakrir tekstir passa betri til okkara aldur, haldi eg. Hvat slag av tónleiki lurtar tú eftir í løtunu, burtursæð frá tykkara egna altso? Hanson og Nat King Cole og Frank Sinatra. Back Street Boys. Hetta er tað , sum eg lurti eftir. Rebekka lurtar ikki so nógv eftir Nat King Cole og Frank Sinatra. Hon er meira forlipt í Hanson og Back Street Boys. Hevur tú nakrar avísar fyrimyndir, idol? Mín fyrimynd er m.a. Nat King Cole. Mær dámar so øgiliga væl hansara musikk. Tað er so lekkurt og mjúkt at lurta eftir. Fyrr lurtaði eg eftir øllum møguligum, t.d. Mariah Carey ella Whitney Huston. Men eg haldi ikki, at tær eru serliga cool longur. Forsangarin í Hanson, hann syngur ræðuliga væl, haldi eg. Hava tit møtt nøkrum mega-stjørnum, altso stjørnum sum eru meiri mega enn tit? Ja, vit hava møtt Brøðrunum Olsen, tað var virkuliga skeg. Og so A-Teens. Teimum møttu vit til Grøn Konsert. Har møttu vit eisini Sanne Salomonsen. Tað var ordiliga cool. Eg havi eisini heilsað uppá hann við krúllunum - Michael Bundesen. Mamma mín sá hann, tá vit vóru til festival í Skovlunde. Han er eisini ordiliga cool. Eg havi lurtað eftir Shubidua, tá eg var lítil. Mín allarbesti vinur er Dánjal (Danny Kool) eg lurti nógv eftir hansara fløgum. Eisini lurti eg eftir musikkinum hjá Soap. Tær kenni eg væl. Mín yndlingsskuespælari er annars Lone Hertz - og henni havi eg eisini møtt! Eg heilsaði uppá hana í Aalborg. Hon var á turné og helt fyrilestrar. Mær dámar so væl, at hon virkar so ker og smílandi.Eg havi eisini havt ta stóru æru at heilsa uppá Poul Nyrup! Eg og Rebecca eru á einari mynd saman við honum. Tað var ikki so galið. Vit møttust í einum ateliéri hjá einum fotografi, sum eisini tekur myndir av kongafamiljuni. Men treytin fyri at fáa myndina av okkum saman var, at hon ikki mátti nýtast í miðlunum. Sorry. So kanska verður Nyrup-myndin eitt samlaraobjekt...men hvat siga tey heima, familjan, til alt tað hóvastákið, sum er uttan um tykkum í Creamy? Familjan heldur, at tað er spennandi. Tey eru altíð við, tá vit eru úti. Antin mamma ella babba. Men altíð annar av teimum. Tað haldi eg er fínt. Tað at tit báðar í Creamy eru vorðnar so vælumtóktar, hevur tað broytt nakað í sambandinum við tykkara vinfólk? Nei, tað haldi eg ikki. Vit eru nokkso nógv burtur í vikuskiftunum. Men vit ganga í skúla hvønn dag akkurát sum øll hini. Eg eri nógv burtur, men tó fekk eg eitt 13 tal í síðstu vikuni - í donskum! Mínir skúlafelagir halda, at tað er nokkso spennandi at vit eru so kendar. Hevur tú...ehm...nakran sjeik? Nei! Tit hava gjørt vart við, at tit eru kristnar. Hvussu hevur tað verið móttikið? Vit hava sagt, at vit eru kristnar og tað vita øll, haldi eg. Vit hava eisini ein kristnan sang á fløguni. Hann eitur "It can happen to you". Nú, tá vit eru blivnar eldri, vilja fólk gjarna hoyra um at vit eru kristnar. Tey halda tað er spennandi og annarleiðis, kanska serliga í sangumhvørvinum og eisini tí vit eru so ungar og ikki skammast við, at vit eru kristnar. Undan hvørjari konsert biðja vit saman við dansarunum og hinum. Tey eru ikki kristin, men allíkavæl so biðja vit øll saman, áðrenn hvørja konsert! Syngja tit í kirkjum og samkomun, tað vil siga í kristnum sambandi? Onkuntíð syngja vit í okkara kirkju her í Aalborg. Men tað er ikki so ofta. Hvør skipar fyri tykkara útgávum, sølu, konsertum og so framvegis? Okkara plátuselskap eitur RecArt (CMC). Tey skipa fyri sølu, reklamu o.s.fr. Annars eitur okkara manageri Andreas Mathew. Hann er stóribeiggi hjá Rebekku. Hann avger alt, sum hevur við okkara show at gera. Hvussu pallurin skal síggja út. Hann er altíð við okkum. Passar uppá okkum. Vit hava eisini ein booking manager. Fólk kunnu ringja til hansara og booka okkum. Hann avger so, hvar vit fara at syngja og hvat vit kosta. Forsøma tit ikki skúlan, tá tit eru úti og spæla, ella gera upptøkur? Vit forsøma ikki nakað serligt, Bara nakrar fáar tímar kanska fríggjadag seinnapart. Vit royna at passa skúlan sum vit eiga og eg haldi ikki, at vit forsøma nakað serligt. Hvussu eru tykkar framtíðarætlanir? Bangnar, ørkymlaðar, ella heilt avslappaðar, tá tað umræður framtíðina? Eg ani tað ikki. Eg eri bara 14 ár! Eg haldi, at eg fari á eftirskúla í tíggjunda klassa. Tað er um tvey ár. Eg taki tað sum tað kemur. Kunnu vit vænta eina triðju útgávu við Creamy? Og kanska enn fleiri útgávur...? Ja, tað rokni eg við. Fáa tit góð ráð frá foreldrum, soleiðis til dagin og vegin, tá tað snýr seg um framtíðina? Ja. Vit hava til dømis tosað nógv um hetta at "fara internationalt". At fara útum Danmark. Her hava míni foreldur stuðlað mær í tí, sum eg vil og hava hjálpt mær og hjálpa mær framvegis. Hava tit nakrantíð havt samband við nakran, sum hevur verið í somu støðu sum tit, altso ung, sum knappliga blíva stjørnur? Ja, eg havi tosað nógv við Dánjal (Kool) og genturnar í Soap. Tær hava hjálpt mær við góðum ráðum. Tey hava verið kend nógv longri enn vit, so eg kundi altíð spyrja tey. Eisini tá eg skuldi avgera, um at fara uttanlands. Tær hava jú roynt alt hetta, so tá var gott at spyrja tær í Soap, serliga. Eru nakrar aktuellar ætlanir um at koma til Føroya at syngja? Beint nú er ikki nakað á skránni. Vit hava ikki verið úti við okkara nýggja showi enn, heldur ikki í Danmark. Eg haldi, at tað hevði verið cool at koma til Føroya aftur at halda konsert. Tit spældi inn ein føroyskan sang fyri Sparikassan. Hvat dámdi tær tað? Onkur í Føroya Sparikassa hevði spurt JOF (tað er Jens Ole Friis, sum er stjóri á RecArt), um Creamy vildi syngja nakrar sangir inn á føroyskum. Teir, sum høvdu gjørt okkara musikk til "Æblemand"-fløguna gjørdu musikk og so sungu vit tveir sangir á føroyskum. Tað var ræðuliga skeg, tá Rebekka skuldi læra at syngja á føroyskum. Hon sang mest niðurlagið, tí hitt tók for langa tíð at læra. Tit eru við í einum nýggju donskum teknifilmi "Hjælp jeg er fisk". Fortel um tað! Nei, vit eru ikki við í sjálvum filminum. Vit hava bara sungið tittullagið, sum er á enskum og eitir "Help, I am a fish". Filmurin og sangurin eru komin út í Finnlandi, Svøríki og Norra. Umframt Danmark altso. Vit hava verið í Finnlandi og Norra og sungið tann sangin í sjónvarpi har. Tit vóru við í sjónvarpssendingini hjá Keld Heick "Musikbutikken" herfyri. Tað var eisini sent í føroyskum sjónvarpi. Hvat dámdi tær at upptraðka á tann hátt? Vit hava verið fyrr í sendingini "Musikkbutikken". Tað var skeg. Tað er líkasum at vera í "Snurre Snup" sendingini. Kanska er tað eitt sindur skegari í "Snurre Snup". Tað er skeg at verða við í sjónvarpssendingum. Eru tit heilt avslappaðar og róligar tá tit fara á pallin at syngja? Altso, ein minutt áðrenn eri eg við at doyggja og vil bara heim at liggja undir dýnuni og goyma meg. Men tá vit koma fram á senuna, so er tað ordiliga ordiliga ordiliga cool. Tað er so skeg at síggja so nógv fólk syngja við og smíla til okkara. Tað er ordiliga positivt og tað allarbesta við at vera vit! Takk fyri prátið og góða eydnu við nýggju fløguni og tykkara framhaldandi virksemi! Sjálvur takk. Tann svarti riddarin Woyzeck Tom Waits er ikki heimskendur sum so. Hann hevur altíð hata poppheimin, sjálvt um eitt av hansara stóru idolum í dag, er Prince. "Hann er totalt kompromileysur", sigur Waits. Um popheimin sigur hann, "tað er betri at sníkja seg inn gjøgnum bakdyrnar, enn at verða boðin við inn í henda heimin" Oddfríður M. Rasmussen Tann 14 november var heimspreimiera á Betty Nansen teatrinum í Keypmannahavn. Hvat hevur hetta við Føroyar at gera, spyrja fólk so. Tað hevur kanska ikki nógv, uttan so, at vit eru ein partur av danska kongaríkinum, og áttu í hvussu so er at verið stoltir av tí í hesum føri. Altso, ein heimspremiera í danska kongaríkinum. Talan er um ein 160 ára gamlan sjónleik í nýggjum hami. Nú má eg heldur koma til sakina. Tom Waits hevur saman við konuni Kathleen Brennan sett tekst og tónleik til stykki "Woyzeck" eftir týskaranum, Georg Bruchner. Leikurin er settur upp í samband við, at Oyrasundsbrúgvin, landafrøðisliga hevur knýtt svenskarar og danskarar saman. Søgan er um hermannin, Woyzeck, sum ferðast í kærleikans marrudreymi, har jalousi og vónleysur kærleiki endar við, at hann drepur gentuna, sum hann er forelskaður í. Sum Woyzeck sjálvur sigur við hana: "Einhvør menniskja er ein avgrund, tað ørar fyri einum, tá ið hugt verður niður". Tað er heimskendi leikstjórin og listamaðurin Robert Wilson, sum hevur sett leikin upp. Wilson og Waits hava arbeitt saman fyrr. Teir gjørdu saman við William S Burroughs leikin "The Black Rider", sum eg sá fyri einum ári síðan á Betty Nansen teatrinum. Tað er ein stórhending í sjónleikaheiminum. Fólk koma í stimum til Keypmannahavnar, at síggja leikin. Bæði normenn, sviar, týskarar, hollendarar, eingilsmenn, ja, listin er langur av tjóðfólki, sum vitjar Keypmannahavn í hesum døgum, og tað er nærum ómøguligt at fáa billet langt fram í tíðina. Tom Waits Hvør er hesin góði Tom Waits? Jú, Tom Alan Waits varð føddur á baksetrinum á einum taxabili uttan fyri sjúkrahúsið í Ponoma, Californien tann 7. december í 1949. Hann hevur tvær systrar. Foreldur hansara vóru lærarahjún. Tey skyltust, tá ið Tom var 10 ár. Pápi Tom, Frank Waits, er av skotskum og írskum uppruna, meðan mamma hansara er av norskum uppruna, so hann hevur eitt ávíst samband við norðurlond. Sum heilt ungur varð Tom áhugaður í tónleiki. Tá ið poppurin kom fram í 60'unum, vildi Tom Waits ikki vera við meir. The Beatles, Rolling Stones og tað slagi av tónleiki, sum hoyrdi hesari tíðini til, segði honum onki, so hann leitaði aftur í tíðina. Hann fann fram 78'ara plátusamlingina hjá foreldrum sínum, og fór at lurta eftir Perry Como, Bing Crosby, Cole Porter og ikki minst George og Ira Gershwin. Fyrst í 70'unum arbeiddi Tom Waits á barrum ymsastaðni í Amerika. Hann hevði bil sín, sum hann koyrdi runt í. Á einari barr í Los Angeles, har hann arbeiddi sum duravørður, plagdi hann at spæla á klaverið, tá ið tann fasti klaverspælarin hevði steðg. Hann spældi egnar sangir, sum hann hevði sett tekst til. Tekstirnir lýstu tað prát, sum ymiskar barrflugur høvdu. Tom Waits fekk eina plátukontrakt við Asylum Records í 1972, og í 1973 kom út fyrsta pláta hansara, "Closing Time". Tað mest kenda lagið av hesari plátu, er helst "Ole '55", sum The Eagles seinni gjørdi heimskent. Fyllubyttuárini Tað sum eyðkennir tíðina frá 1973 - 1983 er, at hann livdi lívið á sama máta, sum tekstir hansara søgdu. Hann drakk og roykti so illa hesa tíðina, at aftaná 10 ár var hann hálvdeyður. Hann spældi á barrum og øðrum undirgrundarstøðum, samstundis sum hann hitaði upp fyri so stór nøvn sum: Frank Zappa, Billy Preston (kendur sum orgulspælari á plátuni "Let it Be" hjá Beatles), John Hammond (Tom Waits hevur lagt hansara seinastu fløgu tilrættis. Hon skuldi verið komin út í heyst). Hesa tíðina búði hann á "Tropicana Motel" á Santa Monica Boulivard í Los Angeles. Í hesari fyllubyttutíðini møtti hann songkvinnuni Rickie Lee Jones. Tey vóru saman í nøkur buldrutt ár, har rúsdrekka og annað sleit bæði uppá forholdið teirra millum og Waits sjálvan. Tað er hon sum liggur á forhjálminum á einum bili á "Blue Valentine" plátuni. Meðan Tom bardist við rúsdrekka og annað, møtti hann Francis Ford Coppola á filmselskapi hansara Zoethropa. Tom skuldi gera tónleikin til filmin "One From The Heart". Hetta var í 1979, og møtti hann núverandi konu sínari Kathleen Brennan har. Hon arbeiddi við handritum. Tom Sigur um hana: "Hon kann liggja á seymum, stinga ein stokk gjøgnum vørrina og drekka kaffi samstundis. Tá ið eg sá hetta, varð eg forelskaður beinanvegin". Í 1980 giftust tey. Hann fann staðið, har tey skuldu giftast (married) í teimum gulu síðunum, við síðuna av har tað stóð "Masage". Hann gavst í 1983 á Asylum Records, tí teir satsaðu stórar pengar uppá hann, og fór yvir til Island Records, tí hann fann seg ikki í at gerast ein salgsvøra. Plátan hjá honum, sum eitur "Swordfishtrombone" tók allar ummælarar á bóli. Hon var nakað heilt annað enn tað, sum Tom Waits var vanur at gera. Tónleikurin/tekstur Tær fyrru pláturnar hjá Tom Waits bóru dám av, at vera sera melankolskar. Eisini hevði hann hesar vøkru jazzbaladurnar við, sum ikki altíð vóru heilt stílreinar. Oftani hoyrdist ein blandingur millum tann bleyta partin av jazztónleikinum og tann bleyta partin av country tónleikinum. Viðhvørt meir country enn jazzur og viðhvørt meir jazzur enn country. So kann mann siga, at jazzurin er tann sum hevur yvirlivað longst í tónleikinum hjá honum. Men av og á stinga seg fram vøkur countryløg. Aftaná "Swordfishtrombone" í 1983, hendi nakað við tónleikinum. Tað er líkasum, at hann torir betri at eksperimentera við instrumentering og sjálvum instrmentvalinum - hvørji instrument skulu til fyri at fáa tann rætta dámin fram í tónleikinum. Rútmurnar verða øðrvísi. Knappliga eru marchløg, løgini sum skapa ein stemning rundan um røddina hjá honum, (hana komi eg til seinni), sum lesur upp ein tekst. Á onkrum løgum, brúkar hann sína slitnu falsettrødd til at skapa eitt teatralskan dám. Hetta hevur hann arvað frá Beatnikkarunum. Teir plagdu at lesa upp aftur við jazztónleiki. Tom Waits var eisini ógvuliga nógv ávirkaður av Beatnikkarum. Menn sum Gregory Corso, Gary Snider, Allen Ginsberg, Jack Keruac og William S. Burroughs ávirkaðu tekstir hansara so nógv, at summi vilja vera við at hann er ein rættur Beatnikkari, og tað er hann eisini, men ikki í politiskan forstand, so sum Allen Ginsberg royndi at føra seg fram. Heldur líkist hann meira Jack Keruac og hinum áðurnevndu. Eftir mínari meining eru tær bestu Waits pláturnar/fløgurnar, hesar meiri ekspreirimentarandi fløgurnar, har instrumentini eru t.d. gittar, vibrafon, tromma, klaver/pumpiorgul, bass. Onkuntíð eru instrumentini t.d. sag, trompet, bass, chello, violin, klarinet, trombone, trumma og so spæla tónleikararnir so, at melodiurin ljóðar sum lírikassatónleikur. Henda lírikassaeffektin kemur mest fram í "The Black Rider", men kann eisini hómast á onkrum øðrum fløgum. Tá ið hann skuldi taka "The Black Rider" upp, fór hann út á gøturnar í Los Angeles. Fann nakrar gøtutónleikarar, sum dugdu at spæla og tók teir við í studio at spæla inn tónleikin. Hetta gevur eina løgna atmosfera, sum um tú situr inni í einum stórum lírikassa og (fyri at siga tað pent) hevur gjørt eina vánaliga avtalu við sjálvan fanan. Teksturin er bygdur á eitt gamalt týskt ævintýr, um henda mentamannin, ið verður forelskaður í greivadóttrini, men sum má læra seg at skjóta og raka fyri at fáa hond hennara. Hann ger eina avtalu við fanan, um at hann skal fáa sjey kúlur til byrsuna. Seks av teimum raka við vissu tað mál, sum fríggjarin vil hava tær at raka. Men hvønn tann sjeynda kúlan rakar, avgerð hin grábeinti sjálvur. Hon rakar sjálvandi fríggjaran. Tom Waits sum "poppur" Tom Waits er ikki heimskendur sum so. Hann hevur altíð hata poppheimin, sjálvt um eitt av hansara stóru idolum í dag, er Prince. "Hann er totalt kompromileysur", sigur Waits. Um popheimin sigur hann, "tað er betri at sníkja seg inn gjøgnum bakdyrnar, enn at verða boðin við inn í henda heimin". Og tað kann mann so siga er rætt. Hann er í hvussu so er ikki boðin við inn í popheimin, sjálvt um hann vann eina Grammy í 1998 fyri "Mule Variations". Og tað er ikki hann sum einsamallur hevur gkørt løg síni heimskend. Tónleikarar sum Bruce Springsteen (Jersey Girl), Eagles (Ole '55) og Rod Stewart (Tom Traubert's Blues: Four Sheets To The Wind In Copenhagen) bara fyri at nevna nakrar, hava gjørt, at Tom Waits er komin úr undirgrundini, har hann hevur livað meginpartin av lívi sínum, og fram til eina breiðari áhoyrarafjøld. Røddin Eitt annað sum eyðkennir Tom Waits er røddin. Henda rustaða røddin, ið viðhvørt ljóðar sum onkur hevur sleppt einum seymi niður í eina matarhvirlu, og sum til aðrar tíðir ljóðar, sum melankolskur vindur, men í síni heild, ein rødd, sum ikki er at finna nakrastaðni, og ein útsjónd sum passar til. Hann líkist einari úthungraðari spíðsmús. So vildi lagnunnar speisemi tað, at hann varð doyptur Waits. Orðið "Waits" á enskum merkir: Býartónleikari, jólatónleikari. Sjónleikarin Waits Tom Waits eri ikki bara kendur fyri tónleik sín. Hann er eisini sjónleikari, og hevur spælt við í filmum sum "Down By Law", "Short Cuts", "Ironweed", her saman við Jack Nicholson og Maryl Streep, "Fisher King", saman við Jeff Bridges og Robin Williams, "Dracula" eftir Bram Stoker, bara fyri at nevna nakrar fáar. Hann hevur komponerað tónleik til "Night on Earth" hjá Jim Jarmusch og aðrar, men tað sum er mest áhugavert í hesum føri er, at hann hevur skrívað tekst og tónleik til fimm leikir. "Alice", "The Black Rider", "Demon Wine", "Frank's Wild Years" og so nú "Woyzeck". So hann er ikki heilt ókendur á økinum, og tí er tað umráðandi at vit her í Føroyum gera okkum far um henda leikin - um talentið Tom Waits. Evnið er sum sagt alheimskent. Øll koma vit fyrr ella seinni út fyri, at uppliva størri ella smærri jalousiútbrot. Sjálvur rendi eg meg fyri fyrstu ferð inn í tónleikin hjá Tom Waits á einum háskúla í Danmark. Árið var 1989. Eg gjørdist so bilsin og samstundis skelkaður av hesum manninum, hesari røddini, at eg fekk ikki annað, enn keypt mær eina plátu av honum. Plátan kallaðist "Rain Dog" (1985). Síðani tá, havi eg "dyrkað" henda løgna og serstaka listamannin. Áðrenn eg flutti heim til Føroyar, setti eg mær fyri at keypa allar fløgurnar av honum. Tær hava nú fingið heiðursplássið á mínari fløguhyll - allar 18 fløgurnar. Og tað sum eg eisini eri fallin fyri er, at tað sum hann sigur í samrøðum, sum oftast er uppfunnið á staðnum. Hann er ein meistari, at siga frá lygisøgum - ella at seta seg sjálvan í eina støðu, sum ikki hevur verið úti fyri. Hetta ger ikki at tað sum eg her havi skrivað, er lygn. Nei, tað er sannleikin, soleiðis sum sannleikin nú einaferð sær út í tí uppfatandi eyganum. Fløgurnar: Closing Time: 1973 The Heart of Saturday Night: 1974 Nighthawks at the Diner (live): 1975 Small Changes: 1976 Foreign Affair: 1977 Blue Valentine: 1978 Heartattack and Wina: 1980 Swordfishtrombone: 1983 Rain Dogs: 1985 Asylum Years (uppsamling) 1986 Frank's Wild Years: 1987 Big Time (live): 1988 Night on Earth (filmstónleikur) 1992 Bone Machine: 1992 The Black Rider: 1993 Beautiful Maladies (uppsamling) 1998 Mule Variations. 1999 Tekstsitat: At drekka Helst eri eg fullur, men eg eri í hvussu so er ikki býttur. Fanin er ikki til, bara Gud tá ið hann er fullur. Eg havi ongan trupulleiki av at drekka, uttan tá ið onki fái at drekka. Klaverið hevur drukkið, ikki eg. Matur Donuts eru altíð uppkallaðir eftir horum. Karierur Eg kendi hann, tá ið hann var eitt onki, og hann er onki broyttur síðan. Christian Matras 100 Meðan farna vika stóð í Jørgin-Frantz'sa tekni, so fer komandi vikan at standa í tekni Kristian á Brekkumørks. Tað er yrkjarin og granskarin Chr. Matras. Hundrað ára dagur hansara er hósdagin hin 7. desember. Tað er í hesum sambandi, at Heðin M. Klein settur leiðari á Skúlabókagrunninum, her í blaðnum hugleiðir um Chr. Matras. Birgir Kruse Hósdagin og teir báðar fylgjandi dagarnar skipa Fróðskaparsetrið, Fróðskaparfelagið, Landsbókasavnið, Rithøvundafelagið og Norðurlandahúsið fyri ymsum tiltøkum, sum øll taka støði í lívi og verki Kristians. "Hans minsta skaparverk er stórt" kallar Martin Næs sín fyrilestur hósmorgunin, har greitt verður frá um týðingarnar hjá skaldinum. Síðini fer Andrias Justesen stud. mag. av Viðareiði at røða um náttúruskaldskapin hjá Kristiani Matras. Heitið er "Heimurin í døggdropanum; ævinleikin í løtuni". Framm móti middegi fer íslendski orðabókarithøvundin Guðrún Kvaran at greiða frá um søguna hjá orðabók Háskúlans í fortíð, nútíð og framtíð. Fyrilestrarnir verða á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Um kvøldið hendan hundrað ára føðingardag, verður sømdargáva úr Grunni Kristians á Brekkumørk latin í Norðurlandahúsinum. Fyrst hevur Malan Marnersdóttir rektari inngangsorð og síðani verður gestafyrilestur við donsku Jonnu Louis Jensen professara. Tá er komið á mál og sjálv handanin av ársins sømdargávu kann fara fram. Á hundrað ára degi Kristians, sum leggur navn til grunnin. Tað verður Jógvan í Lon Jacobsen sum handar gávuna. Fríggjamorgunin verða tveir fyrilestrar á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Norðmaðurin Trygve Skomedal fer at røða um føroyskt kvæðamál og føroyska málsøgu. Skomedal er professari í Oslo. Seinna fyrilesturin henda fyrrapartin heldur Jóhan Hendrik Winther Poulsen professari. Yvirskriftin er "Orðamaðurin Chr. Matras". Um fyrilesturin sigur Jóhan Hendrik: "Orðhagur var Chr. Matras fram um mangan. Kunnleika til føroyskan málarv og skaldsins hugflog hjálptu tíð pum málinum "úr síni orðaleysu neyð". Givin verða dømi um orð, ið hann hevur smíðað, og sum nú liva á føroyinga tungu. Eisini verður borið við hann sum orðasavnara og orðabókahøvund." Eftir ein døgurðasteðg heldur sviin Bo Almqvist fyrilestur. Hann er professari í Dublin og evni hansara er "Irland i ord och anda - Chr. Matras' iriska kontakter och forskning". Í hesum forkunnuga fyrilestri verður røtt um granskingina hjá Chr. Matras av gæliskum lánorðum í føroyskum og annars tað mentanarsamskifti, sum hevur verið millum Norðanlond, Skotland og Írland. Leygardagin hin 9. desember verður farið í Norðurlandahúsið at heiðrað Chr. Matras á triða degi. Klokkan 16 fer formaður Rithøvundafelagsins Gunnar Hoydal at siga frá, meðan Jens Pauli Heinesen og Óli á Geilini fara at lesa upp. Árni Hansen spælir eitt brot úr Norsku Løvu hjá Williami Heinesen og Gurðun Gaard mag.art. fer síðani at halda fyrilestur um Chr. Matras undir heitinum "Menniskjað, málvísindamaðurin og skaldið". Eftir fyrilesturin syngur Tórshavnar Manskór undir leiðslu av Bjarna Restorff. Eins og kvøldið fyri verður endað við felagssangi. Í sambandi við hundrað ára haldið verður eisini framsýning av tilfari um og eftir Chr. Matras á Landsbókasavninum. Framsýningin letur upp á sjálvum hundrað ára degnum, hósdagin hin 7. desember. Henda sama dag kemur út bók "Chr. Matras: Greinaval - frøðigreinir". Bråvalla og listin Bråvalla er staður í Svøríki, har søguligur bardagi var millum sviar og danir. Rætt sum í Mannafellsdali. Men stórsti partur av hesum bardaga man hava verða framdur í sagnum. Knýttar at Bråvalla slættanum í Ostergötland. Í dag verður hugtakið "bråvallaslag" brúkt um drápiligan bardaga og ógvusligt orðaskifti. Sambært Nudansk Ordbog í hvussu er. Men júst hetta hugtak nýtir ummælarin Flemming Andersen í Aktuelt, tá hann 9.november umrøður nýggju listabókina hjá Bárði Jákupssyni "Færøernes Billedkunst" sum danska heiti er. Og hann nevnir fleiri "bråvallaslag" í føroyskari list. Flemming sigur seg kunna síggja tað eljustríð, sum er millum listafólk í Føroyum, endurspeglað í bókini hjá Bárði. Havi spurt meg fyri hjá høvunda, útgevara og framstandandi listafólki, um tey hava varnast eljustríð, ella "bråvallaslag" í føroyska listaheiminum. Men nei, tað vita tey einki um at siga. Tíansheldur fleiri. Kanska onkur lesari kann hjálpa. HEÐIN POULSEN - hp100@soton.ac.uk Geylan og skreljan Úrvalið av tíðindaflutningsveitarum er nakað væl størri í Bretlandi enn í Føroyum, og er tað heldur ikki undarligt, tá ein sammetir støddina á londunum báðum. Umframt tey mongu dagbløðini, útvarpsrásirnar, sjónvarpsrásirnar og internetsíðurnar er tað alsamt meira vanligt at fáa tíðindi fram á fartelefonini. Fwd: Teldubrævið From: HEÐIN POULSEN hp100@soton.ac.uk To: post@sosialurin.fo Heðin Poulsen úr Southampton Tíðindi fara altíð at vera partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu, og er tað alt umráðandi at tey eru uttanveltaði og avspegla sannleikan, til tess at lesarin kann líta á tey sum sonn. Ein góður háttur at koma nærri at skilja støðuna hjá einum landi og fólkinum, er at fylgja við tíðindunum viðvíkjandi landinum. Vansin kann vera, at fjølmiðlar tíðum halda seg til ávísan leist hvussu landi skal umtalast og kann hetta skapa eina rangvenda mynd av landinum. Sum dømi kann nevnast, at hvørja ferð vit hoyra um Amsterdam, er tað altíð viðvíkjandi tí sera liberala undirhaldspolitikkinum. Tíðindi frá londunum í Suður Ameriku eru sum oftast um rúsevni, harðskap og korruptar stjórnir. Sjálvandi hýsa londini ikki einans teimum tíðindum, vit verða borðreidd við. Bretland verður eisini umboða selektivt, hvør hevur ikki hoyrt um BSE-sjúkuna, sum næstan hevur yvirhálað tey kongaligu, sum umboð fyri landi. Henda grein lýsir nøkur fá evni, ið hava verið uppi at venda í fjølmiðlunum og er hon einans ein dropi í havinum av tí dagliga tíðindaflutninginum. Sum sagt hava BSE-sjúkan og Creutzfeldt-Jacob fylt stóran part av tíðindaflutninginum, bæði her í Bretlandi og aðrastaðni. Komi er fram eftir drúgva kanning av Whitehall, at ráðharrar og fulltrúar ikki gjørdu sítt besta til tess at fyribyrgja, at neytaøði gjørdist til fólkaøði. Mangur hevur funnist at teimum kanningum, ið hava verið í Føroyum av okkara høgtstandandi fólki. Tað er ov dýrt, tekur ov langa tíð og frágreiðingarnar áleggja ikki beinleiðis ábyrgd á tey ávísu fólkini. Kanningin hjá bretum um BSE kostaði skattaborgaranum GBP 27 milliónir, er í 16 bindum og telur 4.000 síður av tøttum teksti. (Kanningin er at finna á internetinum á síðu http:www.bseinquiry.gov.uk). Úrslitið av kanningini er ikki, at ávísur persónur verður gjørdur til hólk. Skriva stendur, at tað eru "no villains" og "no scapegoats" at finna, tó verður harliga funnist at tí tunga embætismannaveldinum sum heild, uttan at seta fingurin á húsakøstin. Í Bretlandi, sum aðrastaðnis, verður roynt at eggja kvinnum at luttaka í politikki. Eitt uppskot, ið hevur sæð dagsins ljós, er at avtaka náttarsetur hjá Undirhúsinum. Fólkavalda tingi í Bretlandi, ið vanliga verður kallað Undirhúsið, sendir ikki limirnar til hús, tá náttin legst yvir landið, um viðgerðin ikki er liðug, men heldur á fram alla náttina, um tað er neyðugt. Áðurnevnda uppskot hevur fyri eyga at gera tingið meiri familjuvinarligt og at betra um møguleikan hja mammum at vera mammur, samstundis sum tær kunnu tæna sum fólksins mammur. Tað er eingin onnur enn Javnstøðunevndin, ið mælir til, at Undirhúsið skal avtaka náttarseturnar og geva tinglimunum durafjórðingin í seinasta lagi klokkan hálvgum ellivu, júst á sama hátt sum vertshúsini gera. Um niðurstøðan í tilmælinum er sonn, kundi hugsast at Føroya Løgting átti at veri á tremur við kvinnum. Sambært eini kanning, sum Imperial College í London hevur gjørt, hava granskarir tilluta teimum 65.000 fólkunum á Kanal oyggjunum, ið liggja í Ermasundi, tann ivasama heiður, at vera heimsmeistarir at nýta sterkan løg. Tað vóru myndugleikarnir á Kanal oyggjunum, ið fingu kanningina í lag, eftir at teir varnaðust alt fleiri tilburðir, ið høvdu samband við rúsdrekka nýtslu. Kanningin vísir, at hvør oyggjabúgvi yvir 18 ár drekkur 12,9 litrar av reinum rúsdrekka árliga. Tað er tað sama sum 130 fløskur av víni til hvønn einstakling, tríggjar øl um dagin ella 30 litrar av vodka um árið. Hædd er tikin fyri tí gott eini millión ferðafólkum og árstíðararbeiðsmegi, ið oyggjin breggjar sær av at vera vertir fyri árliga. Portugal liggur sum nummar tvey og Frakland sum nummar trý í rúsdrekka nýtslu. Bretland liggur nakað aftanfyri, har hvør íbúgvi "einans" drekkur 7,3 litrar av reinum rúsdrekka árliga. Frágreiðingin er gjørd undir leiðslu av Prof. Gerry Stimson's, ið hevur nýtt tøl frá tollmyndugleikunum og eftir teimum vanligu frymlinum. Viðmerkt verður í frágreiðingini at eingi tøl eru atkomilig frá Russlandi ella Íslandi, man hann hava sæð tølini frá Føroyum? Lord Irvine of Lairg, verður í hesum døgum ákærdur fyri brot á mannarættindasáttmálan, ið nýliga fekk fult gildi í Bretlandi. Hægsti løgfrøðingurin í embætismannaveldinum í Bretlandi gongur undir heitinum Lord Chancellor, og er tað Lord Irvine of Lairg. Hann var valdur nakað eftir fólkatingsvali í 1997 av forsætisráðharranum Tony Blair. Tá tann ungi nýklakti løgfrøðingurin Tony á fyrsta sinni skuldi royna sínar lógsnildir, var tað undir arbeiðsgevaranum Lord Chancellor Lord Irvine of Lairg, hetta var tó ikki hansara heiti tá. Nú hevur ein kvinna, Jane Coker, lagt sak móti Irvine, tí sambært henni hevur hann brotið mannarættarsáttmálan, viðvíkjandi javnbjóðis arbeiðsmøguleikum millum menn og kvinnur. Jane, ið sjálv er sakførari, førir fram, at arbeiðið sum serfrøðisráðgevi hjá Irvine var ikki lýst leyst, og um tað hevði verið, hevði hon søkt tað, ið er lønt slaka millión danskar krónir um árið. Hansara grundgeving fyri ikki at lýsa starvi leyst er, at einans fólk ið kenna hann væl, vóru egnaði til starvi. Funnist verður mangan at frændaveldi, Lord Chancellor Lord Irvine of Lairg hevur ikki einans nýtt frændaveldi sum verju, men sum grundgeving. Hví hava fólk eina tráan eftir tíðindum, tíðindir um vanlukkur, um regnneyð hjá fremmandum fólkum og um óstbeinbrot hjá eini eldri damu úr einum fjarskotnum landi? Er tað tí vit vilja hjálpa, hava samhugað, eru áhugaði, taka lut í? Ella er tað tí vit hava tørv fyri undirhaldi, og er nakað betri undirhald enn óskepnan hjá øðrum? Rithøvundaskøltar Rithøvundafelagið heiðrar deyðar starvsfelagar, ið fylla 100 Týsdagur 5. des. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Sjómansheimið í Runavík latið aftur Skuldin í Sjómansheiminum í Runavík er vorðin so stór, at tað er vónleyst at fáa raksturin at bera seg. Tí varð Sjómansheimið stongt sunnukvøldið, og átta fólk send heim Sunnukvøldið snaraði Sjómansheimið í Runavík lykilin um. Skuldin er vorðin so stór, at nevndin heldur tað vera vónleyst at reka Sjómansheimið víðari. Nevndin fer nú at gera eina roynd at fáa eina loysn við kreditorarnar, men eydnast hetta ikki, fer Sjómansheimið á húsagang. Vit kendu okkum noydd at steingja Sjómansheimið, tí fíggjarligu trupulleikarnir bara vaksa, sigur Símun Pauli Berg, sum er í nevndini fyri Sjómansheimið í Runavík. Formaðurin í nevndin er farin frá, men hini tríggir nevndarlimirnir, sum eftir eru, fara at gera eina bjargingarroynd næstu vikurnar. Átta fólk hava starvast á Sjómansheiminum, men tey eru nú farin heim. Stór skuld Sjómansheimið í Runavík, sum er ein sjálveigandi stovnur, er umvælt og umbygt fyri nógvar pengar seinnu árini, og tað hevur viðført eina stóra skuld í felagnum. Sjómansheimið skyldar Føroya Sparikassa hálvafimtu millión, men skuldin til leysar kreditorar er eisini stór, og tað er serliga hendan skuld, sum forðar fyri, at húsið kann halda fram. Sjómansheimið í Runavík klárar ikki at forrenta eina so stóra skuld, og tí er einki at gera uttan at lata aftur, sigur Símun Pauli Berg. Sparikassin hevur víst vælvild til at finna eina loysn, men treytin fyri ein varðandi loysn er sjálvandi, at vit fáa ein avtalu við hinar kreditorarnar eisini, sigur hann. Símun Pauli Berg dugir ikki at meta um møguleikarnar fyri, at nevndin fer at koma á mál við bjargingarroyndini, sum nú verður sett í verk. Vóna at kunna lata uppaftur Sjómansheimið í Runavík er í sera góðum standi eftir stóru umvælingarnar seinnu árini, men tað nyttar lítið, tá húsið ikki klárar at vinna nóg mikið av pengum. Ov fá ferðafólk brúka Sjómansheimið í Runavík, og tí eru inntøkurnar ikki nóg stórar at reka húsið fyri. Nevndin byggir sína avgerð um at steingja húsið á fakta, og nú vóru vit komin í ta støðu, at har var einki at gera, sigur Símun Pauli Berg, nevndarlimur. Hann vónar, at Sjómansheimið kann lata upp aftur tíðliga í komandi ári, men hann vil ikki meta um møguleikarnar fyri, at hetta kann lata seg gera. Sjómansheimið í Runavík hevur einki tilknýti til Sjómansheimið í Havn, hóast stjórin á Sjómansheiminum í Havn seinastu tíðina hevur havt eftirlit við Sjómansheiminum í Runavík eisini. Hetta hevur hann bara gjørt, tí ráð vóru ikki til at hava eina leiðslu í Runavík. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Torkil Mørkøre við nýggjari fløgu Arbeiðið við nýggju fløguni hjá Torkil Mørkøre gjørdist óneyðuga drúgt, tí stórur partur av upptøkunum fór fyri skjeyti Nýggj fløga við Torkil Mørkøre, gospelsangara úr Klaksvík, kemur á gøtuna í hesi vikuni. Talan er um útgávu, har Torkil hevur gjørt sær stóran ómak við at fáa tónleik og sang at sita. Umframt at nakrir av fremstu tónleikarunum í Føroyum eru við á fløguni, eru upptøkur eisini gjørdar við virdum studiotónleikarum í USA. Eg havi í arbeiðnum við fløguni alla tíðina lagt dent á, at góðskan á útgávuni skal verða góð. Eg havi ikki hug at leggja ein fløgu eftir meg, sum eg ikki eri nøgdur við, sigur Torkil Mørkøre. Nógv gjørt burtur úr Nýggja fløgan kallast A Matter of Time, og á fløguni eru 10 sangir, sum Torkil Mørkøre hevur skrivað. Umframt Torkil eru eisini tónleikarar sum Jan Zachariasen, Hans Poulsen, Gunnar Guttesen, Jákup Zachariasen og Regin Guttesen við á fløguni. Torkil Mørkøre syngur á øllum sangunum, og afturat honum syngja eisini Laila Carlsen, Jónsvein Heinesen og Karl Johannesen. Nógv er gjørt burtur úr sangi og kórum. Upptøkurnar eru gjørdar í Tennesee í USA og í JakZac Studio í Havn. Upptøkur fórust Arbeiðið við fløguni hjá Torkil Mørkøre byrjaði fyri fýra árum síðani. Ætlanin var, at fløgan skuldi koma út í fjør, men ikki fyrr enn nú er alt liðugt. Ein orsøk til tað er, at Torkil varð raktur av tekniskum trupulleikum. Tveir harddiskar við upptøkum, sum vóru gjørdar í Føroyum, fóru fyri skeyti, og vit máttu gera hesar upptøkur av nýggjum, sigur Torkil Mørkøre. Eg skuldi havt tikið eitt kopi av upptøkunum, men tað tykist, sum man hevur so stórt álit á teldunum - til tað gongur galið. Á fyrru upptøkunum var Niclas Johannesen nógv við, og tí vóru tær helst meira gittarmerktar enn seinnu upptøkurnar vórðu, heldur Torkil. Andaligur boðskapur Tónleikaliga bakgrundin hjá Torkil Mørkøre er at finna í samkomuni í Betesda í Klaksvík, og boðskapurin á nýggju fløguni er eisini greiður. Eg eri trúgvandi, og tí hevur andaligi boðskapurin alt at siga. Eg havi roynt at gjørt nógv við tekstirnar, so fólk fáa nakað burtur úr teimum, sigur Torkil Mørkøre. Eg vóni, at fólk kunnu lurtar eftir fløguni og fáa somu kensluna, sum tá tey lesa eina bók. Fløgan hjá Torkil fæst nú kring alt landið. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Nýggj stjørna í Gøtu HT Shipping, sum er partur av Partafelagnum Heri Thomsen í Gøtu, hevur keypt enn eitt farmaskip, sum í høvuðsheitinum fer at føra alifóður úr Noreg til Føroya. Skipið eitur Sirius Partafelagið Heri Thomsen í Gøtu hevur keypt danska farmaskipið Anne Sofie úr Aalborg. Skipið hevur skift navn og eitur nú Sirius. Tórhallur Thomsen, reiðari, sigur, at skipið er keypt til at føra alifóður úr Noreg til Føroya. Felagið hevur avtalu við fóðurfyritøkuna Ewos um fóðurflutning til føroysku alibrúkini. HT Shipping hjá Hera Thomsen eigur frammanundan farmaskipið Skuran, sum hevur røkt hendan flutningin. Men Skurin er ov lítil, og tí er hetta skipið nú keypt. Um navnið sigur Tórhallur Thomsen, at tað hava teir fingið sær, tí tað er lætt at siga og skriva. Stjørnunøvn kenna øll. Bæði føroyingar og útlendingar, og so standast ongar misskiljingar og seinkingar av tí. Eitt sindur av nostalgi er tó uppií, viðgongur reiðarin. Onkur smábátur hjá familjuni hevur itið Sirius, so tað var kanska ikki so ringt at velja navn kortini. Sirius er bygdur í Noreg í 1972. Skipið er 61 metrar langt, 10 metrar breitt og 4 metrar djúpt. Tað lastar 1.000 tons og gongur 10 míl. Skurin, sum felagið framman undan eigur, lastar 660 tons. Hóast eitt størri skip nú er keypt, fer Skurin framvegis at sigla, sigur Tórhallur Thomsen, reiðari. Nøgdin, teir flyta, er so mikið stór, at brúk er fyri báðum skipunum. Skurin hevur ikki klárað allan flutningin, sum verið hevur. Restina hava teir so brúkt chartrað skip til. Men tað hava teir ikki hildið verið nóg góða loysn. Um prís og fígging leggur Tórhallur Thomsen ikki í at siga nakað. Sirius er í løtuni á sleipistøð í Fredericia í Danmark, har ymiskt verður gjørt við skipið, áðrenn tað verður sett í regluliga sigling. Bógskrúva verður sett í. Hon er neyðug, tí nógv av fóðrinum verður lossað beinleiðis til flakarnar, sum liggja við alistøðirnar. Og har skulu góðar manøvreringsgreiðir til. Eisini verður millumdekk ísett, eins og skipið verður málað við eyðkenda grøna litinum hjá Thomsen fyritøkuni í Gøtu. Tíggju mans á tveimum vaktum fara at sigla við Sirius. Annars er fyritøkan hjá Hera Thomsen mest kend fyri lastbilaflutning. Felagið eigur 20 lastbilar. Og nú eisini tvey skip. Tað starvast tilsamans 45 fólk hjá felagnum. Felagið hevur egið bilverkstað á Skála, har lastbilarnir verða umvældir. Har starvast fýra fólk. Fóðurgoymsla er í Turkihúsinum á Skála, har ein maður er í starvi. 10 fara við Sirius, meðan átta eru við Skuranum. Á skrivstovuni við Gøtugjógv starvast trý fólk fulla tíð og tvey hálva tíð. Restin er bilførarar, sigur Tórhallur Thomsen. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo 30 ár í skeljum Fríggjadagin 1. december vóri 30 ár liðin, síðan virkið hjá O C Joensen á Oyri tók í móti fyrstu Jákupsskeljunum Oyri: Hóast oyrarfólk hava verið í skeljum í 30 ár, gongur hampiliga væl kortini. Fríggjadagin 1. december vóru 30 ár liðin, síðan Skeljavirkið á Oyri tók móti teimum fyrstu skeljunum. Samstundis høvdu tvær av kvinnunum, sum vóru til areiðis tann fyrsta dagin, eisini 30 ára starvsdag hjá fyritøkuni O C Joensen. 1. december 1970 legði Poppy hjá O C Joensen fyrstu skeljarnar upp á bryggjuna á Oyri. Skeljarnar vórðu koyrdar inn í gamla húsið sunnan fyri kraftfóðurgoymsluna hjá Pouli á Oyri, har tær vórðu loypar í eini gassgrýtu og síðan skildar við hond á einum træborði við eini takrennu í miðuni. Anna Maria Petersen og Lydia Dahl av Oyri vóru tvær av trimum kvinnum, sum vóru til arbeiðis hendan dagin. Tær eru báðar í fyritøkuni enn, hóast tær nú arbeiða á rækjuvirkinum. Triðja kvinnan, sum var til arbeiðis fyrsta dag, var Súsanna Andreasen av Oyri, sum nú er givin at arbeiða. Tær tríggjar reinsaðu skeljarnar við hond. Loyptu skeljarnar komu upp á borðið, har tær vórðu holaðar við skeið, og reinsaðu vøddarnir latnir niður í takrennuna á miðum borðinum, haðani teir so fóru í posar, sum vóru sendir aðrastaðni at frysta. Anna Maria og Lydia halda seg minnast, at skeljarnar fyrstu tíðina vórðu frystar í Hvalvík og á Eiði. Sjálv skelin og annars tað, sum burtur varð koyrt, varð tveitt í kurvar, sum stóðu á gólvinum. Saman við teimum trimum sum reinsaðu, var eisini Johan Poulsen, vanliga nevndu Hanni, av Oyrarbakka. Hanni doyði fyri nøkrum árum síðan. Hann hevði millum annað til arbeiðis at loypa skeljarnar. Her var tað, at hendan vælsignaða gassgrýtan kom fyri, minnast Lydia og Anna Maria. Skeljarnar vóru koyrdar í kurvar, sum síðan vórðu settar niður í grýtuna, til tær vóru loyptar, og síðan stoyttar á borðið. Ikki varð altíð hugsað so nógv um krøv tá, sum tað er í dag. Til dømis var vanligt, at fólk gekk inn á gólvið at práta, meðan arbeitt varð. Eingin Heilsufrøðilig Starvsstova var tá, greiða tær báðar, Lydia og Anna Maria frá. Og har var heldur ikki so nógv annað, sum í dag er vanligt og hoyrir til. Eitt nú matarhøll. Í dag sita tey uppi á loftinum í nýggja virkinum í stásiligari matarhøll við fluguneti fyri øll vindeygu, sum kunnu latast upp. Soleiðis var ikki, tá byrjað varð. Tá var farið við varmafløskuni inn í goymsluni hjá Pouli á Oyri, har tær funnu sær ein kraftfóður- ella tøðsekk, sum tær so settu seg á at fáa sær ein kaffimunn. Og høvdu tær hug at roykja, fóru tær bara útum, og komu so aftur, tá liðugt var. Einki við at stíga í steriliserandi løg á vegnum ella nakað sovorðið. Men tær royktu tó ikki, meðan tær stóðu yvir borðinum og arbeiddu. Tað gamla er farið Í dag er alt øðrvísi, enn tað var í byrjanini, sigur Høgni Sóloy, virkisleiðari. Og tá meinar hann heilt bókstaviliga øðrvísi, sigur hann. Tað arbeiða í dag umleið 100 fólk á báðum virkjunum hjá O C Joensen. Mest er á rækjuvirkinum, sum eisini er nógv tann størri parturin av virkseminum, hóast skeljavirkið er tað eldra. Á sjálvum skeljavirkinum arbeiða í dag 17 fólk. Umframt eru seks mans við Norðheim, sum trolar eftir skeljum og leggur upp á Oyri. Til samanberingar nevnir Høgni Sóloy, virkisleiðari, at tá hetta nýggja virkið lat upp í 1981, arbeiddu 75 fólk bara har. Men síðan er rationaliserað. So hóast framleiðslan er rættiliga nógv størri í dag, enn hon var tá, er bara ein partur av fólkatalinum til arbeiðis á Skeljavirkinum. Restina klára maskinurnar, sigur hann. Høgni Sóloy sigur, at virkið sum er arbeiðir umleið 5.000-6.000 tons av lidnari vøru árliga. Nøgdin hevur verið vaksandi, sigur hann. Tað sæst á hagtølunum, sum siga, at seinastu 10 árini hevur meðalúrtøkan verið umleið 3.500 tons. Men í ár sær út til at vera heldur slakari, sigur Høgni Sóloy. Hann væntar, at tað verður kanska ikki meira enn til eini 2.500 tons í ár, og tað er lítið. Ójøvn úrtøka Vanliga plagar úrtøkan av lidnari vøru at liggja um eini 8-9% av tí, sum fiskað verður. Men so koma ár ímillum, har úrtøkan lækkar. Og árið í ár hevur verið eitt tílíkt ár, sigur virkisleiðarin. Hann væntar ikki meira enn eini 5% í ár. Tað kemst av, at sjálv skelin er størri enn vanlig ár, umframt at tær eru rættiliga gjarvaksnar. Men sjálvur vøddin verður tó ikki størri enn tað sama, og tað er hann, sum brúktur verður. Hvør orsøkin er til, at skeljarnar vaksa og verða gjarvaksnar, veit virkisleiðarin á Skeljavirkinum ikki at siga. Høgni Sóloy, virkisleiðari á Skeljavirkinum á Oyri, sigur, at prísurin fyri skeljavøddarnar hevur verið sera ójavnur gjøgnum árini. Onkuntíð hevur hann verið niðri á 23,- kr, fyri kg. Í ár liggur hann um tær 50,- krónurnar. Skeljarnar av Oyri verða seldar til Fraklands. Tað hevur eisini verið rættiliga skiftandi, hvussu nógv fólk hevur fiskað skeljar gjøgnum tíðirnar. Fyri nøkrum árum síðan vóru umleið 20-25 mans, sum fiskaðu 2.000 tons av skeljum. Tá vóru eini tvey størri skip umframt fleiri smærri bátar, sum trolaðu. Í dag klára teir seks menninir við Norðheim at fiska meira enn tað dupulta einsamallir. Eisini var eitt skifti eitt annað skeljavirki í landinum, Men tað gavst rættiliga skjótt aftur. Høgni Sóloy, virkisleiðari á Skeljavirkinum á Oyri, sigur, at hansara meting er, at tað er ikki pláss fyri fleiri skipum at fiska skeljar. Tíðin, fiskað verður, er stutt, og nú vísir tað seg eisini, at nakað væl av tíð fer til leiting. Fyri nøkrum árum síðan mælti Fiskirannsóknarstovan - við fyrivarni - til, at tað ikki verða fiskað meira enn umleið 5.000-7.ooo tons av skeljum undir Føroyum. Og tað hóskar væl til tað, Norðheim klárar, heldur Høgni Sóloy. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Diamantbrúdleyp Signa er ættað úr Syðrugøtu og er dóttir til Petru og Jóhannes Mikkelsen. Hon er næstelst í einum systkinaflokki við trimum systrum og einum beiggja. Sum ung fór hon til Havnar at arbeiða. Hon var á sjómansheiminum ,og eisini tænti hon hjáJens á Reyni. Tá hon giftist, var hon heimagangandi í nógv ár, og tá øll børnini vóru væl og virðiliga floygd, fór hon at arbeiða á Lynfrost. Søren Jacob er føddur í Rituvík, sonur til Rakul og Joen Magnus Lamhauge. Tey vóru átta systkin, seks brøður og tvær systrar. Sum hálvvaksin fór hann til sjós. Hann fekk tokka til havið, og gjørdist tað hansara starv í nógv ár. Í 1958 fór hann at arbeiða sum timburmaður. Tey seinastu árini av arbeiðslívinum arbeiddi hann á Lynfrost, fyrst sum handverkari, og seinni eisini í framleiðsluni saman við Signu. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo 60 ár Fríggjadagin 1. december fylti Sjúrður Ferjá, lærari í Hvalvík, 60 ár Sjúrður er gjáarmaður. Sonur Kristinu Sofíu - Dinnufíu - og Jógvan Sofus Ferjá, sum bæði eru frá Gógv. Sjúrður er giftur við Marjun, f. Kollslíð, av Eiði, og tey eiga trý vaksin børn. Synirnar Jógvan og Hans Jákup, uppkallaðir eftir hvør sínum abba, og dóttrina Kristinu Mariu, sum er uppkallað eftir báðum ommunum. Sjúrður Ferjá tók lærarprógv á Føroya Læraraskúla í 1962 og var lærari í Fuglafirði fyrstu fýra árini. Í 1966 tók hann við sum fyrstilærari í Hvalvík, har hann enn er í starvi. Tá Sjúrður kom til Hvalvíkar, vóru tey bara tveir lærarar í Hvalvík. Í dag eru tey fimm. Frá 1977 til 1984 sat Sjúrður í bygdarráðnum í Hvalvík/ Streymnesi. Tey fyrstu fýra árini sum formaður. Eisini hevur Sjúrður Ferjá týtt barnabókina Víki víkingur eftir Runar Jonsson. Bókin kom út í 1998. Sjúrða dámar sera væl føroyskan dans. Hann dansar regluliga saman við eiðisfólki á Látrinum, og hevur gjørt nógv við barnadans í Hvalvík, sum onkur kanska eisini hevur sæð í Sjónvarpinum. Annars plagar hann at takast við vanligt føroyskt bygdararbeiði norðuri við Gjógv. Hoyggjar, gongur á fjall og flettir umframt slíkt, sum hevur við seyð at gera. Og eisini er hann onkuntíð á floti við pápanum, sum enn av og á flýtur, tá hann fær onkran við sær, hóast hann nú hevur nátt elliárum. Eisini hevur Sjúrður soleiðis av og á verið onkran túr til skips í summarfrítíðini. Barnasjónleikarastevna í Havn MáF bjóðar 3. - 7. floks næmingum á barnasjónleikarastevnu í Havn leygardagin 19. mai komandi ár. Hendan dagin er ætlanin, at so nógv børn sum gjørligt møtast í Havn við tí endamáli at spæla og síggja sjónleik. Tiltakið er ætlað sum ein roynd og verður hon væleydnað, fara vit at gera hetta aftur. MáF heitir á skúlarnar um at seta seg í samband við sjónleikarafelagið á staðnum, so samstarv kann fáast í lag til tiltakið. Hetta er tó ikki eitt krav fyri at luttaka. (Um tit ikki vita hvør er í sjónleikarafelagnum á tykkara stað, kunnu tit seta tykkum í samband við MáF-skrivstovuna). Einasta krav vit seta er, at ikki ov nógv orð eru í leikinum, sum tit framføra. Ætlanin er, at nakrar sýningar verða uttandura. Um onkur hevur hug at framføra við dukkusjónleiki ber tað eisini til. Í februar 2001 skal MáF skipað fyri einum skeiði í dukkusjónleiki. Freistin at tekna til var úti 31. oktober 2000, men av tí at ov fáir bólkar eru teknaðir til, er freistin longd til hálvan desember. Sostatt kunnu vit í góðari tíð fara undir fyrireikingarnar. Útreiðslur til ferðing, uppihald, mat osv. verða skúlarnir sjálvir at syrgja fyri. Er nakað ivamál ber til at seta seg í samband við MáF-skrivstovuna tlf 31 56 24. T-postur: maf@post.olivant.fo Skrivstovan er opin mánadag - fríggjadag kl 10:00 - 15:00, tó mikudag kl 13:00 - 18:00. Heimasíða: www.maf.fo . Um ov nógvir bólkar teknað seg til, skila vit okkum rætt til at avmarka bólkatalið, sigur MáF í tíðindaskrivi. Jan Müller - jan@sosialurin.fo Veljarakanningar ov lítið ítøkiligar Veljarakanning Jan Müller Síðani Fynd fór undir veljarakanningar hava verið ymsar áskoðanir frammi um slíkar kanningr, eitt nú hvussu hesar kanningar eiga og ikki eiga at fyriskipast. Formaður Javnaðarfloksins er ein teirra, sum áður hevur funnist at kanningunum, og heldur ikki eftir hesa seinastu kanningina er hann heilt nøgdur. Hyggur man eftir úttalilsunum, sum eru komin eftir veljarakanningarnar, so er tað ótrúligt at hoyra, at allir flokkar eru komnir væl burtur úr kanningini. Men øll vita, at framgongd hjá nøkrum, má merkja afturgongd hjá øðrum, tí man hevur bert eina ávísa nøgd at taka burtur úr. Jóannes Eidesgaard heldur, at hetta prógvar, at veljarakanningarnar eru rættiliga ókonkretar. Spurningarnir eru rætt og slætt ikki nóg konkretir. - Hyggur man eftir veljarakanningum aðrastaðni so kann man síggja gongdina frá eini veljarakanning frammanundan og ikki einum vali. Nú tosar man um, at td. Sambandsflokkurin hevur størstu framgongdina, men hyggur tú eftir, hvussu hann hevur klárað seg síðani seinastu veljarakanning, so hevur hann eina stóra afturgongd. Og sambandsmenn úttala seg bara um sína stóru framgongd í mun til seinasta val. Javnaðarflokkurin hevur eisini afturgongd í mun til seinastu veljarakanning. Eg haldi tað tí er umráðandi hava hava úrslitini frá seinastu veljarakanning við, tá ein nýggj kanning verður gjørd og kunngjørd. Jóannes Eidesgaard fýlist eisini á, at tað í ein veljarakanning, sum verður gjørd av einum óheftum politiskum stovni, verða tiknir tveir kandidatar í einum flokki sum møgulig løgmansvalevni. Fynd átti at vitað, at atkvøðir tú fyri einum sambandsmanni til løgmann, so eitur hann Edmund Joensen, tí hann er formaður í flokkinum. Og ongum øðrum. Seinasta nýggja er annars, at næmingar á Fróðskaparsetrinum gera eina nýggja veljarakanning fyri Dimmalætting. Her er talan um ikki færri enn 28 spurningar, sum bæði viðvíkja løgting- og kommunalvalum. Jan Müller - jan@sosialurin.fo Skeivt at binda komandi Eg haldi ikki, at man skal taka avgerðir í dag fyri tað, sum skal henda um15-20 ár. Tað er ósakligt og eitt sindur politiskt ómoralskt at gera tað sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins um komandi fólkaatkvøðuna Fólkaatkvøða Jan Müller Hóast nógv verður tosað um ta komandi fólkaatkvøðuna, sum samgonguflokkarnir herfyri vórðu samdir um at halda í apríl næsta ár, so hevur lítið ítøkiligt verið frammi um, hvat henda fólkaatkvøða skal innihalda. Vit spurdu formann Javnaðarfloksins um flokkurin fer at mótarbeiða komandi fólkaatkvøðuni ella vilja tit fara inn aktivt og royna at ávirka spurningarnar í henni? Tað er ov tíðliga at siga, hvussu okkara leiklutur verður til fólkaatkvøðuna. Nú er hon gott nokk ein spurningur, sum var við í seinastu veljarakanningini. Sjálvur haldi eg tað er eitt sindur óseriøst at seta veljarunum spurningin um eina fólkaatkvøðu í apríl og sum man í dag als ikki kennir innihaldið av. Hvat er tað vit fara til fólkaatkvøðu um? Ein fólkaatkvøða er gjarna at taka støðu til eitt mál, sum er liðugt viðgjørt. Ein stjórn hevur antin við samráðingum ella í aðrar mátar arbeitt seg fram til eitt úrslit, men av tí at úrslitið fær so stórar fylgjur fyri samfelagið og borgararnar, vil man líka hava fólksins góðkenning av tí. Men tað verður tað ikki talan um hesaferð. Nú verður tað meira talan um at leggja ein handlingsplan fram til eina fólkaatkvøðu. Og tað er í sjálvum sær rættiliga nýtt og ókent her um okkara leiðir sigur formaður Javnaðarfloksins og heldur fram: Alt eftir hvat innihaldið verður vil man so taka støðu út frá tí. Sigur man sum Tjóðveldið vil tað, at fullveldið skal vera veruleiki innan tað ella tað árstalið, so kann eg síggja, at vit hava ringt við at biðja fólk stuðla fólkaatkvøðuni. Tann avgerð, sum skal fella í t.d. 2015-16-18 ella nær tað skal vera, haldi eg føroyingar, sum tá sita við ábyrgd, skulu sleppa at taka avgerð um. Eg haldi ikki, at man skal taka avgerðir í dag fyri tað, sum skal henda um15-20 ár. Tað er ósakligt og eitt sindur politiskt ómoralskt at gera tað. Jóannes Eidesgaard sigur víðari, at hetta kann lukta av, at man fer út at vinna sær eitt forlorið mandat. - Har verður ein orðing um eina intentión um føroyskt sjálvstýri, sum man veit, at eini 80% av føroyingum taka undir við og so bráddliga hevur man eitt mandat, sum sigur, at man hevur 80% av føroyingum aftanfyri seg, og nú verður so farið eftir fullveldinum. Tað er eitt vandamál, sum vit mugu vera uppá vakt fyri. Jan Müller - jan@sosialurin.fo Rørleiðing frá Clair til Sullom Voe Kann fáa týdning fyri komandi oljukeldur á føroyskum øki í framtíðini Oljuleiting Jan Müller Um ikki so langa tíð verður avgjørt, hvussu framleiðslan frá risastóra oljufeltinum Clair vestan fyri Hetland skal fara fram, tá fyrsta oljan rennur í 2003. BP hevur avgjørt at útbyggja ein part av feltinum nevndur Suður-Clair, ið rúmar einar 200 milliónir tunnur av olju. Alt feltið er mett at goyma einar 6 milliardir tunnur. Nú skjøtil verður settur á hetta feltið, ið varð funnið í 1978, meta serfrøðingarnir hjá BP um, antin teir skulu hava ein framleiðslupall á staðnum og síðani flyta oljuna við sokallaðum Shuttleskipum til lands ella um teir skulu leggja eina rørleiðing á havbotnin. Blaðið Uppstream vil vera við, at BP meira ella minni hevur avgjørt at taka av rørleiðingsloysnini, tí hon verður tann skilabesta uppá longri sikt. Her verður hugsað um, at aðrir partar av hesum stóra oljufelti verða tiknir uppí og síðani eisini aðrar keldur í grannalagnum. Tað er greitt, at ein slík avgerð hevur eisini óbeinleiðis týdning fyri komandi oljuvirksemi á føroyskum øki. Tí enn finst eingin infrastrukturur í økinum vestan fyri Hetland ella eystan fyri Føroyar. Ein rørleiðing frá Clair til Sullom Voe kann gera allan henda nýggja oljulandspartin meira áhugaverdan og lønandi. Og tað er ikki óhugsandi, um oljufelt verða funnin føroysku megin markið, at hesi feltini kunnu bindast í oljuleiðingar, sum verða lagdir á botn frá bretskum keldum og til Hetlands. Sosialurin skilur, at hetta eru eisini spurningar, sum eru frammi á teimum fundum, sum eru millum føroyskar og bretskar oljumyndugleikar. Hóast tað at hetta enn er sera lítið ítøkiligt, so kann hetta blíva aktuelt og av stórum virði um ikki so mong ár, at rørleiðingar til bæði olju og gass verða lagdir frá bretsku keldunum og til lands. Tí tá kann verða lætt at knýta møguligar oljukeldur á føroyska landgrunninum uppí bretska infrastrukturin. Læra børn at gera teknifilm Norðurlandahúsið hevur stuðlað tiltakinum í Tórshavn, og bygdaráðini hava givið fólkunum innivist, meðan tiltøkini hava verið á bygd. TEKNIFILMUR Tíðindaskriv Fólk frá animatiónsverkstaðnum í Viborg eru í Føroyum við einum ferðandi listaverkstaði og halda skeið í at læra børn at gera teknifilm úr søgum og sagnum bæði við pappírsklippi og modelerivoksi. Í viku 46 vóru tey í Nólsoy, í viku 47 vóru tey í Fámjin, í viku 48 eru tey í Funningsfirði og í viku 49 vera tey í Norðurlandahúsinum í Tórshavn. Bygdirnar Nólsoy, Fámjin og Funningsfjørður eru saman um verkætlanina Grannar. Endamálið við hesi verkætlan er at nýta KT sum amboð, at skapa trivna og virksemi á smábygnum og styrkja samstarvið millum bygdirnar við eini felags heimasíðu. Enn eru kvæði, og tað at siga frá søgum og sagnum á bygdarmálum, livandi í fólkamunni. Endamálið er tí eisini at binda saman tað at siga frá í fortíð og nútíð. Í hesum skúlum eru 32, 7 og 7 børn. Harafturat eru 4 børn úr Gjáar skúla saman við teimum í Funningsfirði. Í Norðurlandahúsinum í Tórshavn koma 24 børn, tað er 4. b í Venjingarskúlanum. So tilsamans eru eini 70 børn við í tiltakinum. Animatiónsverkstaðurin hevur spurt Undirvísingar- og Mentamálastýrið, um áhugi var fyri hesum skeiðum innan skúlagátt. Vit hildu, at hetta var sum fótur í hosu til verkætlanina Grannar, og Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur havt hond um virksemið. Møguleiki verður hjá skúlunum at síggja filmarnar á stórskíggja í Norðurlandahúsinum í januar 2001. Stuðlað tiltakinum fíggjarliga hava: Nordisk Filmfond År 2000 fonden Dansk-Færøsk Kulturfond Norðurlandahúsið Smyril Line Filmarnir eru tøkir á: Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð Hoyvíksvegi 72 100 Tórshavn Takk fyri stuðulin! Við hesum vilja vit nýta høvið at takka øllum tykkum sum beinleiðis og óbeinleiðis, stuðlaðu okkum til bygdarráðsvalið á Sandi 2000. Úrslitið varð ein greið tala frá fólkinum í okkara bygd, sum ynskti at listi C, skuldi stjórna bygdini komandi 4 árini. Vit fara saman við bygdafólkinum at gera alt vit eru ment at halda okkara vallyftir, og tað fyrsta vit fara til verka við, verður at fáa spælipláss í bygdini. Fyrsta fíggjarætlanin hjá nýggja bygdarráðnum er tó evna til av sitandi bygdarráð, og henda støða kemur í ein ávísan mun at ávirka arbeiðið fyrstu tíðina. Ongin skal tó vera í iva um at vit á lista C vilja framá við Sands bygd, og oynni sum heild. Við vón um at tit framhaldandi fara at stuðla okkum í tíðini sum kemur. Virðingamest Eli Hentze Mary Petersen Rúni Winther Anja Sandoy Tórur Johannesen Jónhild Jacobsen Jóan Petur í Soylu Olga Fossdalsá Edvard Hjalt Nicodemussen Lis Clementsen Páll á Reynatúgvu Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Hjálmur er kool Nýggi barnafilmurin hjá Ferðslutrygd varð frumsýndur mánamorgunin. Høvuðsboðskapurin í filminum er, at tað er alneyðugt at hava hjálm á høvdinum, tá ein setur seg á súkkluna Ferðslutrygd hevur latið ein nýggjan teknifilm úr hondum, og hann kallast Battmass. Hetta er ein umseting av einum donskum hoyrispæli, sum Rådet for Større Færdselssikkerhed hevur gjørt. Jóhan Dalsgarð, alias Jóhan í Kollafirði, hevur lagt alt arbeiðið til rættis og føroyskaði eisini. Hann er bara væl nøgdur, nú filmurin endiliga er klárur at koyra í sjónbandstólið. Tað sá eisini út til, at børnini, sum vóru til staðar við frumsýningina, dámdu filmin væl. Hoyrispælið sjálvt varð fyrstu ferð at hoyra í Útvarpi Føroya í 1996, og tað hevur verið nýtt umaftur til filmin, sum nú er gjørdur. Ætlanin var fyrst, at hoyrispælið, sum hevði verið í ÚF, skuldi gevast út sum ljóðband, men vegna peningatrot var hetta av ongum. Seinni eydnaðist at fáa stuðul til útgávu av sjónbandi frá Skótahjálpini og Texaco Faroes Group. Nýt hjálm Søgan er um børn á súkklu, um súkkluhjálmar, endurskin, ferðslureglur og mangt og hvat um súkklur. Høvuðspersónurin í filminum er Mass, sum er sjey ára gamal. Honum dámar væl at súkkla, og onkuntíð súkklar hann við vinkonuni, Tinu. Mass hevur eitt gott hugflog, og hann ímyndar sær mangt og hvat, tá hann er úti við súkkluni. Tá er hann Battmass og hon er Sóljugentan. Saman fara tey á eina spennandi ferð. Boðskapurin er, at øll, sum súkkla, mugu nýta hjálm. Tað kann bjarga lívi tínum. Nógvur tónleikur er í filminum, og tað er eisini Jóhan í Kollafirði, sum hevur gjørt tónleikin. Hann spælir sjálvur øll ljóðførini og hevur sett saman. Tað er ikki sami tónleikur, sum varð nýttur í danska hoyrispælinum, men Jóhan hevur gjørt nýggjan tónleik til filmin. Finnbjørn Hansen hevur gjørt tekningarnar til filmin, og hann metir, at hann hevur gjørt eini 40 tekningar til filmin. Hvør tekning tekur eini 2-3 tímar hjá honum at gera. Felagið sjónband hevur framleitt filmin. Sjóband hevur staðið fyri teknisku samansjóðanini av myndum og ljóði í samstarvi við Ferðslutrygd. Øll børn fáa eitt eintak Sjónbandið Battmass er ætlað teimum seks ára gomlu børnunum. Øll børn í Føroyum eru av sær sjálvum limir í Ferðsluringi Barnanna, og sjónbandið er ískoyti til annað tilfar, sum tey í Ferðsluringi Barnanna fáa sendandi. Á sjónbandinum er eisini ein undanfilmur, sum tekur tveir minuttir, ið snýr seg um súkkluhjálmar. At enda er eitt innslag á ein minutt um endurskin. Stuttligt at hoyra tað aftur Trý av børnunum, sum hava lagt røddir til filmin, vóru eisini og hugdu at frumsýningini. Hallur Joensen, Henrietta Hammer og Albjørg Joensen tóku fyri fýra árum síðani røddirnar upp til hoyrispælið. Tey eru øll úr Kollafirði og eru í dag sekstan ára gomul. Tað var ógvuliga stuttligt at vera við tá, og tað er stuttligt at hoyra tað aftur í filminum, siga tey trý. Tey ivast eitt sindur í, um boðskapurin í filminum kemur nóg greitt fram fyri smábørnum, tí kanska er í so nógvur dentur lagdur á søguna framum boðskapin um at vera í hjálmi. Røddirnar í filminum eiga Hallur Joensen, Henrietta Hammer, Albjørg Joensen, Mai Jacobsen, Hanna Tove Áarstein, Jóannes Niclasen, Páll av Teiginum og Jóhan í Kollafirði. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Bók um føroyska bátin Andras Mortensen, savnvørður á Føroya Fornminnissavni, hevur latið úr hondum nýggja bók, sum snýr seg um tann føroyska bátin. Hon kallast "Hin føroyski róðrarbáturin - sjómentir føroyinga í eldri tíð". Føroyski báturin hevur staðið og stendur sum ein av ímyndunum um føroyska fólkamentan, og síðani fimti-árini hava savnsfólk og onnur savnað inn tilfar til eina søguliga lýsing av hesum týðandi parti av fólkalívinum. Í bókini verða týðandi úrslit av hesi granskingini almannakunngjørd. Í bókini verður sagt frá føroysku bátunum í tíðarskeiðnum frá 17. øld fram til umleið 1930, tá tað gjørdist vanligt at seta maskinur í teir. Sagt verður bæði frá bátasmíði og frá gerandislívinum kring bátarnar, og nógv verður gjørt burturúr at lýsa alt hetta við myndum og tekningum. Eitt nú eru í bókini uppmátingar av 34 bátum við tølum fyri hvussu teir gomlu róðrarbátarnir vórðu gjørdir. Umframt at vera ein vísindalig lýsing av, hvussu føroyingar fyrr lívbjargaðu sær av sjónum, er bókin eisini eitt íkast til orðaskiftið um, hvussu føroyski báturin hoyrir til í nútíðar føroyskum mentanarlívi. Bókin er í stórum broti og telur 354 síður. Føroya Fróðskaparfelag og Føroya Fornminnissavn standa fyri útgávuni. John Johannessen - john@sosialurin.fo Eftirlýsa tvørpolitiskum samstarvi Ungmannafeløgnini hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum høvdu felags fund um vikuskiftið. Niðurstøðan av fundinum var, at flokkar við felags grundsjónarmiðum eiga at miðja eftir breiðari samstarvi Vælferðarsamfelagið stóð ovast á dagsskránni, tá Unga Tjóðveldið og SU hildu felags fund í Nósloy fríggjakvøldið og leygardagin. Meiningin var, at fundurin skuldi vera ein ungdómspolitisk ráðstevna fyri øll tey politisku ungmannafeløgini í landinum. Men av tí, at bert ungmannafeløgini hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, gjørdist ráðstevnan í staðin til ein drúgvan fund millum hesi bæði feløg, umframt framløguna hjá Edvard Joensen, journalisti, um politiskar ideologiir. Eftirlýsa semjum Høvuðsniðurstøðan av fundinum var, at politisku ungmannafeløgini ynskja breiðari semjur millum andstøðu- og samgonguflokkar við felags grundsjónarmiðum. Tey bæði ungmannafeløgini halda, at føroyskir flokkar í alt ov stóran mun læsa seg fastar í partapolitisk sermál í staðin fyri at finna breiðar semjur um tey mál, sum flokkarnir grundleggjandi eru samdir um. Sambært SU og Unga Tjóðveldinum læsa flokkarnir seg alt ov ofta í nakrar ávísar ósemjur, bert tí, at teir ikki eru í samgongu ella andstøðu saman. Í Føroyskum politikki átti at borið til at funnið ein leist, har bæði samgonga og andstøða arbeiða eitt sindur meira saman um tey felags málini, sum man roynir at seta sær, halda tey bæði vinstrahalnu ungdómsfeløgini. Tey halda, at tað eru nógv mál, sum ávísir flokkar í grundini eru samdir um, men sum teir ikki vilja samarbeiða um, tí andstøðan ikki vil stuðla samgonguni og samgongan ikki vil arbeiða saman við andstøðuni. Ungdómsfeløgini vísa á, at tað sjálvsagt eru mál, sum til dømis Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin ikki eru samdir um, men tey halda ikki, at hetta eigur at merkja, at flokkarnir ikki eiga at leggja seg eftir at samstarva um tey málini, sum teir í veruleikanum eru samdir um. Og í hesum føri halda feløgini, at talan kann vera um rættuliga nógv mál, tí flokkarnir eru grundleggjandi samdir um, hvussu eitt vælferðarsamfelag eigur at verða skipað. SU og Unga Tjóðveldi ætla í framtíðini at miðja ímóti størri samstarvi í teimum málum, sum hesi bæði feløgini eru samd um. John Johannessen - john@sosialurin.fo Sjálvstýrisflokkurin broytt bygnað Sjálvstýrisflokkurin skal nú hava eina floksleiðslu og ein politiskan fomann, sum er talsmaður úteftir Á floksfundi leygardagin samtykti Sjálvstýrisflokkurin at broyta leiðslubygnaðin fyri flokkin. Eftir verandi skipan hevur Sjálvstýrisflokkurin ein formann í tingbólkinum og ein formann fyri landsnevndina. Formaðurin fyri landsnevndina virkar sum formaður fyri baklandi, meðan formaðurin í tingbólkinum er politiskur formaður. Hendan skipan hevur verið heldur ørkymlandi, tí hon hevur skapt iva um, hvør er veruligi formaður floksins. Flokkurin og fólk yvirhøvur hava ivast í, hvør av hesum formonnum er tann, ið alment eigur at melda út vegna flokkin. Nýggja skipanin leggur upp til, at flokkurin framvegis skal hava ein politiskan formann og ein formann fyri landsnevndina. Men eftir nýggju skipanini skal tað verða politiski formaðurin, ið er talsmaður floksins úteftir. Formaðurin fyri landsnevdina skal taka sær av ymsum umsitingarligum uppgávum og samskipan. Floksformaðurin skal annahvørt vera løgtingsmaður ella landsstýrismaður. Báðir formenninir verða valdir beinleiðis á hvørjum landsfundi. John Johannessen - john@sosialurin.fo Landsstýrið spælir huldumannaspæl Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard fingu á uttanlandsnevndarfundinum fríggjadagin einki nærri at vita um sambandið millum løgmann og danska forsætisráðharran. Hesum finnast teir harðliga at í tíðindaskrivi Teir báðir formenninir fyri stóru andstøðuflokkarnar fingu ikki innlit í, hvat í løtuni gongur fyri seg millum landsstýrið og donsku stjórnina í sjálvsstýrisspurninginum, eins og teir høvdu ætlað. Tí finnast teir í felags tíðindaskrivi við yvirskriftini >>Huldumannaspæl um lagnu føroyinga<< harðliga at framferðini hjá landsstýrinum Teir vísa á, at tað sambært løgmanni er avtalað spæl millum landsstýrið og donsku stjórnina, at samráðingarnar, sum nú fara fram, eru í trúnaði. Í tíðindaskrivinum átala Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard hesi framferð, og siga teir seg ikki kunna góðtaka, at landsstýrið og danska stjórnin samstarva um at halda okkara framtíðar lagnu dulda fyri Føroya fólki. Skulu hava innlit Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen halda tað vera eina sjálvfylgju, at fólkið fær at vita, hvat gongur fyri seg millum landsstýrið og donsku stjórnina, tí sambandið snýr seg um fólksins framtíð og lagnu. Ein politisk skipan í árinum 2000 eigur at tola, at fjølmiðlarnir sum tað sokallaða fjóðra statsvaldi, siga fólkinum frá, hvat politikarar teirra arbeiða við, siga teir. Teir báðir andstøðuleiðararnir vísa á, at løgtingið hevur sett opinleikan í hásætið, við tað, at allar viðgerðir í løgtinginum verða varpaðar út og lagdar á internetið. Somuleiðis vísa teir á, at nevdarskjølini frá løgtingsarbeiðinum eru almenn. Tí halda teir, at tað ikki kann góðtakast, at landsstýrið og stjórnin føra politikk í skýmaskotum um lagnuna hjá føroya fólki. Ikki búgvið Løgmaður hevur fleiri ferðir váttað, at hann seinastu tíðina hevur havt samband við danska forsætisráðharran um nýggja sjálvstýrisleistin hjá landsstýrinum. Hetta váttaði hann seinast í grein í Sosialinum leygardagin. Men løgmaður vil ikki kalla samskiftið við danska forsætisráðharran fyri samráðingar. Samstundis vil hann heldur ikki kalla samskiftið fyri óformelt prát. Talan er hvørki um samráðingar ella óformelt prát. Talan er um samskifti, sum hevur til endamáls at finna eina semju um nýggja leistin, segði Anfinn Kallsberg við Sosialin undan fundinum í uttanlandsnevndini fríggjadagin. Løgmaður sigur, at málið í løtuni er á einum slíkum støði, at tað ikki er búgvi til at verða almannakunngjørt. Men hann ger greitt, at tá ein avtala fyriliggur, skulu fjølmiðlarnir fáa at vita, hvat avtalan inniber. John Johannessen - john@sosialurin.fo Greinar hjá Høgna koma út í bók Forlagið Sprotin gevur í næstum út eina bók við úrvæli av greinum og røðum, sum Høgni Hoydal hevur skrivað Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, hevur savnað saman eitt úrval av greinum og røðum, sum hann hevur skrivað, sum koma út í bók í næstum. Tað er forlagið Sprotin, ið hevur heitt á Høgna Hoydal um at savna saman hetta tilfar til at geva út í bók. Høgni Hoydal sigur, at úrvalið í bókini grundleggjandi kemur at snúgva seg um tað at taka fulla ábyrgd av egnum landi. Men hetta merkir ikki, at bókin bert snýr seg um gongdina í fullveldismálinum sum so. Fleiri av greinunum viðgera nevniliga, hvat krevst av einum samfelag, sum skal taka fulla ábyrgd av sær sjálvum. Sambært Høgna Hoydal, er tað ikki hann, sum av sínum eintingum hevur tikið stig til at geva út hesa næstu bókina eftir hansara hond. Tað var forlagið Sprotin, sum fegið vildi hava tilfar frá honum til eina bók, og tað hevur tað fingið. Fyrra bókin útseld Í apríl gav danska forlagið Lindhardt og Ringhof út fyrstu bókina eftir Høgna Hoydal. Hetta var bókin >>Myten om rigsfællesskabet<<. Tá var tað eisini forlagið sjálvt, ið heitti á Høgna Hoydal um at skriva eina bók. >>Myten om rigsfællesskabet<<, sum viðger bakgrundina fyri hugsjónini um føroyskt fullveldi, er útseld, og verður nú endurprentað. Í apríl varð hon prentað í 1.500 eintøkum. Høgni Hoydal sigur, at hann hevði nógv stríð av at skriva fyrru bókina. Tá var hann nevniliga noyddur at seta seg niður at skriva alla bókina, og varð nógv av hesum arbeiði gjørt um náttina. Til hesa seinnu bókina kravdist ikki meira, enn at Høgni Hoydal setti seg við telduna at finna fram hóskandi greinar og røður, sum hann hevur skrivað, og fínpussa tær eitt sindur. Høgni Hoydal heldur, at tað hevur verið ógvuliga mennandi at skapt tilfar til báðar bøkurnar. Hetta er nakað, sum hevur gjørt, at eg havi verið noyddur at endurskoða alt mítt arbeiði sum politikari, og tað er sunt, sigur Høgni Hoydal. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt djúpt lágtrýst, 964 hPa. yvir Atlantshavinum á 51N-32V fer í landnyrðing og dýpist framvegis. Djúpa lágtrýstið vestan fyri Írland fer í útnyrðing og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum í dag. Veðrið í dag: Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og stundum regn. Um kvøldið minni vindur av suðri og yvirhøvur turt, men mjørki í støðum. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið mikudagin: Lot til andøvsgul av landsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið hósdagin: Gul til stívt andøvsgul av eystri og fyrrapartin regn. Seinnapartin lækkar hann niður í sunnan og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Sum frálíður strúkur í vindi upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi og regn sunnaneftir. Hitin millum 6 og 10 stig. Í gjár: Eitt djúpt lágtrýst, 964 hPa. yvir Atlantshavinum á 51N-32V fer í landnyrðing og dýpist framvegis. Í dag: Djúpa lágtrýstið vestan fyri Írland fer í útnyrðing og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum í dag. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Skulu nú hava almennar fundir Hereftir skulu allir bý- og bygdaráðsfundir hjá øllum kommunum, verða almennir Nú tey nývaldu bý- og bygdaráðini fara undir nýtt valskeið, verða tey flestu av teimum noydd til at venja seg við eina stóra broyting. Og tað er, at frá 1. januar, skulu allir bý og bygdaráðsfundir verða almennir - eisini teir í Mykinesi og í Saksun. Sostatt fer almenningurin nú at fáa munandi betri innlit í arbeiðið hjá bý- og bygdaráðunum. Í nýggju kommunulógini, sum kemur í gildi 1. januar stendur nevniliga klárt og greitt, at kommunustýrisfundir eru almennir. Hetta stóð eisini í lógini, sum nú fer í gildi. Men har vóru nøkur undantøk. Eitt nú kundu kommunur, har færri enn 1.000 fólk búðu, søkja um at sleppa at hava almennar fundir. Hilmar Høgenni á Kommunala Eftirlitinum, sigur, at endamálið við hesum var, at smærri kommunur skuldi fáa umstøður til at fyrireika seg til at hava almennar fundir. Ætlanin var ongantíð, at tær skuldu halda fram at hava fundir fyri afturlætnum hurðum. Hilmar Høgenni sigur, at í teirri nýggju lógini, sum kemur í gildið á nýggjárinum, eru hesi undantøkini tikin úr lógini. Sostatt skulu allir bý- og bygdaráðsfundir nú verða almennir. Men í serstøkum førum, kann bygdaráðið gera av, at einstøk mál verða viðgjørd fyri stongum hurðum. Einastu undantøkini frá reglunum um at fundirnir skulu vera almennir, eru mál, har trúnaðarupplýsingar væntandi verða drignir fam undir málsviðgerðini. Men har trúnaðarupplýsingar bara kunnu væntast at verða drignir fram í einum møguligum kjaki, er ongin orsøk til at hava fund fyri afturlætnum hurðum. Talan kann m.a. vera um mál, har persónligir upplýsingar koma fram. Annars stendur eisini, at kommunur, har minst 500 fólk búgva, skulu eisini hava borgarstjóra, sum er minst hálva tíð. Men bara, táið borgarstjórin er fulla tíð, er tað neyðugt hjá honum at leggja tað borgarliga starvið niður ímeðan hann er borgarstjóri. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Betala skuld niður og byggja út At betala so nógv av skuldini sum gjørligt, er eitt høvuðsmál hjá bygdaráðnum tað komandi valskeiði. Men útbyggingar skulu eisini gerast, bæði í Sandvík og í Hvalba Hetta komandi valskeiðið verður tað eitt høvuðsmál hjá kommununi at betala so nógva skuld, sum til ber. Tað sigur Levi Niclasen, sum nú fer undir eitt nýtt skeið sum bygdaráðsformaður í Hvalbiar Kommunu. Hann sigur, at kommunan skyldar góðar 15 milliónir og tað er áleið hálvonnur álíkning. Hóast hetta ikki er so ovurhonds skuld, afturímóti fleiri øðrum kommunum, førir tað til bindingar og tær ætla vit at sleppa av við, sigur hann. Men annars ætlar bygdaráðið sær fyrst og fremst undir at fremja nakrar útbyggingar, sum longu eru samtyktar. Í fyrstu atlløgu hevur fráfarandi bygdaráð samtykt at byggja skúlan í Sandvík út. Farið verður undir tað útbyggingina fyrst í komandi ári, so skjótt sum góðkendar tekningar eru fingnar til vega. Ætlanin er at byggja tvær skúlastovur upp í eystara enda á skúlanum. Hvør stova verður fýra metrar long og onnur skal brúkast til teldurúm og hin til evning. Síðani er tað eisini samtykt at fríðka Geilina, sum er eitt stykki mitt í bygdini í Sandvík. Í tí sambandinum er ætlanin at flyta minnisvarðan yvir skaldið, Martin Joensen, sum stendur uppi við skúlan, oman í Geilina, har barnaheim hansara var. Ein triðja samtykt, sum farið verður undir í næstum, er at breiðka vegin ígjøgnum Garðsina, sum er ein býlingur í Hvalba. Annars er bygdaráðið farið undir eitt annað stórt tiltak, og tað er at dýpa havnina. Tað, at havnin hevur verið ov grunn, hevur verið til stóran ampa, bæði hjá skipum og virki. Tað er bara í bestu líkindum, at tveir bátar hava kunnað ligið í havnini ísenn. Annars hevur verið neyðugt at flyta ein bát, upp á Tvøroyri, hvørja ferð ein annar hevur skula framat at avreiða. Tað hevur eisini verið neyðugt hjá bátum at leggja fiskin upp á Tvøroyri og so at koyra hann til Hvalbiar. Eftir at havnin er dýpt, verður ongin trupulleiki at hava fleiri bátar inni ísenn. Í løtuni er ætlanin at dýpa tveir triðingar av hylinum. Hetta arbeiði kostar 4,7 milliónir. Men Levi Niclasen sigur, at fæst fígging, er ætlanin at dýpa allan hylin. Tað er J.&K. Petersen, sum stendur fyri arbeiðnum. Kanska ongin kommuna í landinum hevur so nógv sjófólki okkara og teimum, sum abeiða veiði teirra undan, at takka, sum Hvalbiar Sóknar Kommuna. Tí vilja vit geva teimum tær bestu umstøður at virka undir, bæði á sjógvi og landi, sigur Levi Niclasen Annars letur sambðlið upp hálvan januar og fyrsta dagin verður lýst í bløðunum, at fólk kunnu søkja um at sleppa inn. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Levi Niclasen tekur eitt tørn afturat Bygdaráðsformaðurin í Hvalba fekk dygga álitisváttan og verður eisini borgarstjóri tað næsta valskeiðið. Hann verður í hálvtíðarstarvi hjá kommununi Tað er nú gjørt av, at Levi Niclasen heldur fram sum bygdaráðsformaður í Hvalbiar Kommunu eitt valskeið afturat. Hann er eisini bygdaráðsformaður hetta valskeiðið og á kommunuvalinum næstseinasta týsdag, fekk hann so dygga álitisváttan frá veljarunum, at hansara listi er blivin førur fyri at mynda meirilutan í bygdaráðnum einsamallur næsta valskeið. Hansara listi fekk fýra av teimum sjey bygdaráðslimunum. Sjálvur varð Levi Niclasen fyrstvaldur við nógv flestum atkvøðum, hann fekk 105 atkvøður, sum er næstan tvær ferðir so nógv, sum tann fekk, ið hevði næstflestar atkvøður. Ein annar listi fekk hinar tríggjar limirnar. Tveir aðrir listar stillaðu upp, men fingu onki umboð. Listin, sum Levi Niclasen varð valdur á, hevði fund nú eitt kvøldið, og har varð gjørt av, at Levi Niclasen skuldi halda fram sum bygdaráðsformaður. Niels Jacob Thomsen verður næstformaður. Eftir lógini skal Hvalbiar Kommuna minst hava borgarstjóra í hálvum starvi. Á listanum hjá Levi Niclasen halda tey, at tað er nóg mikið, at hann er borgarstjóri hálva tíð. Tað fer ikki at ávirka hansara borgarliga starv sum er at vera skúlaleiðari í Hvalba. Eftir lógini, skal bygdaráðið í Hvalba nú eisini skipa seg í nevndir. Talan er um trýmannanevndir, har í listin við meirilutanum fær tvey umboð og andstøðulistin tað triðja umboðið. Í fíggjarnevndini er bygdaráðsformaðurin føddur formaður. Afturat sær fær hann Katrin Joensen av meirilutalistanum. Í havnanevndini verður Otto West formaður og hin nevndarlimurin fyri meirilutan verður Niels Jacob Thomsen. Í teknisku nevnd verður Katrin Joensen formaður og hin nevndarlimurin fyri meilutan verður Niels Jacob Thomsen. Bygdaráðið fer at skipa seg formliga ein av fyrstu døgunum J. P. Heinesen Oyðimarkargongdin - IV Nøkur sitat Fyrst frá einum forfardum, ungum dreingi júst komin úr Danmark: "Veitst tú, hvat danskarar kallaðu meg? Teir kallaðu meg 'en nasserøv'". Jørgen Landt skrivar í 1800: "Tapperhed troer jeg just ikke at kunne rose dem for." (Dem, altso føringum). J.P.Heinesen, rithøvundur Nøkur sitat Fyrst frá einum forfardum, ungum dreingi júst komin úr Danmark: "Veitst tú, hvat danskarar kallaðu meg? Teir kallaðu meg 'en nasserøv'". Jørgen Landt skrivar í 1800: "Tapperhed troer jeg just ikke at kunne rose dem for." (Dem, altso føringum). Fjøruti ár seinni skrivar amtmaðurin Pløyen: "Teir eru (føringar altso) tjóvskir og frekir biddarar." Ræddiskítar, tjóvsvætti og biddarar, enntá frekir! Er hetta ein partur av teirri útgerð, vit hava arvað frá okkara forfedrum? Tacitus skrivar fyri umleið 2000 árum síðani: "Vælgerðir koma einans væl við, um vit eru soleiðis fyri, at vit kunnu gera okkurt aftur fyri tær." Vit taka eisini nøkur sitat um sambandið. William Heinesen: "Sambandspartiet er næsten fuldstændig uden moral." Advokaturin Halgir W. Poulsen: "Vit lata danir gera tað skitna arbeiðið fyri okkum." J.P.H.: "Eini rættindi uttan skyldur eru eingi rættindi, tað er ein olmussa." Sambandsmura?: "Gongur tað ikki, so gongur tað kortini. Vit hava jú altíð Danmark sum trygdarnet" Móðir Teresa: "Vit kunnu ikki liva uttan stoltleika. Hava vit ongan stoltleika, so fánar menniskjað í okkum burtur, og eftir verður bert ein hamur." Platon: "Latið tey fáa valdið, sum ikki vilja hava tað" Jørgen-Frantz Jacobsen: "Sambandspartiet er kulturelt ganske impotent." Tað "demoraliserer folket." Jørgen-Frantz skrivar í somu grein: Tá kundi ein studentur seta sjálvan statsministaran skák mát. Hvussu við tí í dag? Tað er líkt til, at teir hjálpa honum í hansara arroganta og demoraliserandi stríði við Føroyar. Tann ævigi taparin Søga sambandsins er í grundini ein sorgarsøga, ein ósigurssøga. Flokkurin kann vinna í atkvøðum og kortini tapa. Í øllum týðandi málum hevur hann noyðst at hopa undan og geva seg yvir. Hann tapti í málspurninginum. (Ja, hevur hann nú tað? Og munnu tey fegnast?). Hann tapti í flaggspurninginum, hann vildi einki føriskt útvarp hava, tað var bara at fáa danska statin at økja um sendaran í Kalundborg, so sluppu vit enntá frá at betala nakað, og tað er ikki at forakta, munnu tey hava hildið. Osfr, osfr, og hann kemur eisini at tapa í fullveldismálinum, tí at fullveldið er dømt til at vinna, tað kann ikki steggast. Men hví bara leggjast á henda ólukkuliga flokk, hví ikki taka hin sambandsflokkin við. Veruleikin er jú tann, at í javnaðarflokkinum finnast fólk, sum eru meira fanatisk sambandssinnað, enn hvat tey eru í hasum ólukkuliga flokkinum. Tú hevur stundum eina kenslu av, at oddamaðurin hjá teimum ikki meinar tað, hann sigur, at hann fær ikki sagt tað, sum hann meinar, fyri øllum líkunum, - sum tey plaga at taka til -hann hevur í lastini. Hann noyðist at ansa sær og vera varin yvir fyri sínum egnu. Og tú dugir ikki at fata, hví maðurin er so arrogantur, hví hann ikki tosar við okkum, men niður til okkara. Hví tekur hann okkum ikki fyri fult? Heldur hann okkum vera smábørn? Hermir hann kanska eftir statsministaranum? Og heldur hann tað kanska vera fínt? Romantikkur Orðadráttir um hesi mál hava altíð verið og halda vist ongantíð uppat. Fyri nøkrum árum síðani var tað eitt javnaðarfólk sum eftir øllum at døma hevði sett sær fyri at skera ígjøgnum og seta tingini upp á pláss og deklameraði, at allur hesin sjálvstýrispolitikkurin var einki annað enn romantiskur skaldskap-ur. Fullkomiliga misskilt. Totalt. Tað er beint tvørturímóti. Tað snýr seg so sanniliga ikki um roman-tikk men um tann beiska veruleika, og her koma vit júst til tað, ið bendir á, at sambandsfólk skilja ikki, hvat tað í roynd og veru snýr seg um, hvat tann veruligi kjarnin er, tað er, sum tora tey ikki at nærkast honum, men mala uttan um. Og hvør er so tann beiski veruleikin. Hann er tann, at vit mugu og skulu gerast sjálvbjargin. Vit skulu og mugu klára okkara egna húsarhald. Har er einki tvíbýti. Vit vilja undir ongum umstøðum vera "útskotspakk og nassirumpur", ikki talingur um, ikki upp á vilkor. Vit mugu og skulu kasta hesa veraldarskommina av okkum. Vit eru í túsundatali, í tíggju túsunda tali sum ikki vilja finna okkum í hesi ver-aldarskomm. Tey alboga seg inn í tingið og upp á tingsins røðarapall. Til hvat? Fyri at hoyra seg sjálvan? Ongantíð koma tey inn á tað, sum er mest átrokandi, inn á sjálvan kjarnan í okkara politiska lívi, tað, sum alt átti at snarað seg um, nevniliga, hvussu skulu vit gerast sjálvbjargin, hvussu skulu vit klára okkara egna húsarhald? Hvat skulu vit gera? Tú hevur eina kenslu av, at tey arbeiða øvugt, at tey arbeiða fyri, at vit ikki skulu klára okkum sjálv, tað skal vera so dýrt at liva her, at vit ongantíð skulu fáa ráð til at liva stolt og skammleys. Í staðin fyri at leggja alla politiska orku í, at vit skulu gerast sjálvbjargin, royna tey at leggja fótonglar fyri og gera teimum fortreð, ið royna tað. Er tað virkiliga tað, tey hava alboga seg inn í tingið til? So hevði verið best at tey bara sluppu sær heim til hús at gera okkurt til nyttu. Útskotspakk Vit vóru ein túr í Írlandi nú í summar, eitt deiligt land, landslagið minnir nógv um tað føriska. Vit vóru eisini "in Dublins fair city, where the girls are so pretty", og kunnu ásanna, at tað eru genturnar í roynd og veru. Vit hittu ungan írlending sum visti eitt sindur um Føroyar og sum skilti danskt rættiliga væl, og hann var mestsum líka skelkaður sum hasin ungi drongurin, ið hevði fingið at vita, at hann var ein nassirumpa. Hesin írlendingurin hevði verið saman við nøkrum donskum ungdómum og skilti, hvat teir søgdu og teirra útleggingar. Og hvat søgdu teir so. Teir vóru ógviliga avgjørdir og søgdu bart út, eisini á enskum, so øll skuldu skilja tað, at Føroyar og føringar vóru "bærmen", berman, útskotspakkið í danska ríkinum og áttu at verðið blakaðir út og tað í stundini. Tað er lítið at ivast í, at hetta er vanliga hugsan millum danskan ungdóm, og hvat sigur føriskur ungdómur til tað. Eg haldi meg hoyra sambandsungdómin argur á málinum beinanvegin siga: Ja, hatta er úrslitið av tykkara sjálvstýrispolitikki, súpið nú tykara egnu rotnu súpan. Tað eru fólk, sum halda seg ongantíð gera nakað skeivt. Tey eru tey æviga óseku og meinaleysu. Tað er altíð hini, sum hava skyldina. Men hvat skal man siga um ein flokk, sum er "fuldstændig uden moral", sum "demoraliserer folket". Hetta var ikki sagt av hvørjum sum helst, men av okkara bjartastu heilum. Jørgen-Frantz skrivaði: ". . . forhåbentlig har de (sambandsflokkarnir) af fortiden lært så meget, at de indser, at staten nok kan hjælpe, men at selve fremskridtet kun kan vindes ved en indre regeneration, en kraftastrengelse fra færingernes side." Og aftur til boðskapin frá Jørgen-Frantz: "De (sambandsflokkarnir) var ikke klar over, at det fremskridt, som et folk ikke selv deltager i med hele sin sjæl og med alle sine økonomiske ressourcer, slet ikke er et fremskridt, men tværtimod en udvikling, der distancerer og demoraliserer folket." Og Jørgen-Frantz heldur fram: "Med deres (javnaðarfloksins) store stemmetal og deres politiske tilknytning til regeringen, har de en indflydelse som intet andet færøsk parti. De vil kunne fristes til at gøre sambandspartiets fejl om igen. Med statskassens velvillige hjælp vil de kunne vinde tilhængere på det program, at Danmark nok kan sørge for fremskridtet på Færøerne. Men forhåbentlig har de af fortiden lært så meget, at de indser, at staten nok kan hjælpe, men at selve fremskridtet kun kan vindes ved en indre regeneration, en kraftanstrengelse fra færingernes side." Onkur vil kanska siga: Jamen hatta varð skrivað fyri 70 árum síðani. Vit svara: Innan fyri hatta umráðið er lítið og einki hent. Har er støðan so at siga status quo. Høvdu danskir og føriskir politikarar lurtað betur eftir slíkum boðskapum sum frá Jørgen-Frantz, hevði mangt sæð øðrvísi út her á landi. Kompleksir Hvat er tað fyri boðskapir, vit hoyra úr Danmark í dag? Tað eru serliga tveir persónar, ið hava gjørt vart við seg, og eg haldi meg ikki hava sæð ljótari skriving, har eyknevni og ørligir pástandir perla rað á rað sum frá hysteriskum smá-dreingjum, - serliga tann eini persónurin er hervi-ligur, tað er sum esjar skriv-ing hansara av kompleksum av ymsum handa slag. Gud veit, at minnir hann ikki so lítið um tann goyggjandi Goebbels. Er eingin í javnaðarflokkinum, sum kann tala at hesum hysteriska fussaríði. Hvør hevur gjørt hesum ólukkudýrinum fortreð? Hvussu kann nakar øsa seg so upp um, at føringar ikki undir nøkrum umstøðum vilja vera "nasserøve", men klára sítt egna húsarhald, hvat ilt er í tí? Har er eingin boðskapur, als ikki tann strálandi stílurin ella tað glógvandi skarpa vitið, tað formatið og talentið, sum ráddi tá fyri 70 árum síðani, men bert vanligt, sera illa orðað grenj, ja, ein arketypisk øði, nakað, sum mest minnir um sjúkligt hatur til tann eina mannin, til Høgna Hoydal og til allar teir føringar sum fram um alt vilja klára sítt egna húsarhald og ikki vera "nasserøve." Tað er, sum missir hann - ella báðir tveir - tamarhaldið á sær sjálvum bara hann sær navnið Hoydal. Og hvussu ber tað til, at Óli P. sær út til at missa sítt stóra talent og síggja reytt, hvørja ferð hann fer í holt við henda persónin? Hvat er tað, sum liggur aftanfyri? Og hví hetta mannminkandi og skammiliga Hoydalskompleksið? Skaparkreftir Og hvør er so hesin Hoydal? Er hann eitt sovorðið beist og ein sovorðiðn svínhundur, sum hann verður gjørdur til? Nei, als ikki, hann er ein skilamaður, altíð hampiligur í orð og tal. Vit taka fult undir við honum í stríði hansara fyri at sleppa okkum út úr veraldarskommini. Hoydalsfamiljan er ein skapandi familja. Hon hevur skapað stór virði í føriskum mentunarlívi. Og tað er kanska her hundurin liggur begrivin. Kanska stavar handa ljóta, næstan perversa skrivingin, henda hjálparleysa øðin frá eini vesæligari øvund, tí hvat hava hesir báðir skribentarnir skapað. Hvar er teirra skaparkraft? Teirra vellandi skapargleði? Tað er møguligt, at teir hava skapað okkurt og síðan krógvað tað í onkrari skuffu. Men hví koma teir so ikki fram við tí? Mystiskt. Annar teirra sigur í viðtalu í donskum blað, at tað eru í grundini sambandsfólk, sum eru tey bestu skaldini her á landi. Hvat er tað ikki krúpandi feikt at breiða slíkt út ímillum danskarar. Er tað ikki at stinga sín egna bróður í bakið? Tað vóru menn, ið yrktu føðilandssangir fyri umleið 100 árum síðani, men í somu løtu, teir fóru yvir í sambandið, tagnaðu teir, og tað hevur ikki látið í teimum síðani. Tey plaga at reypa sær av Heðini Brú og Martini Joensen, men Heðin og Martin vóru ikki sambandsmenn, teir vóru sjálvstýrismenn um ein háls, og um farast skal eftir eftirkomarunum, so vóru teir meira tjóðveldismenn enn javnaðarmenn. Eina ferð afturat: hvat er tað ikki krúpandi feikt at bíta sín egna bróður í bakið. At dríta í egið reiður. Framúr journalistikkur Tað, sum hevur verið skapað í føriskum mentunarlívið, er og verður yvirhøvur skapað av sjálvstýrisfólki. Tað hevur eydnast hesum fólkum, sum oftast fyri onga løn, men við at ofra bæði tíð, pengar og kreftir, at skapa so stór mentunarlig virði innan fyri allar greinir, at tað er næstan ikki til at fata. Og so fáa tey bert svartasalt í reyvina afturfyri frá hesum báðum persónunumm. Skammleyst! Ónt! Fult av sjúkligari øvund. Hesir báðir skribentarnir fáa óføra hjálp frá donskum blaðmonnum. Ein fann upp á tiltakið: SPAR I SKAT - SKYD EN FÆRING. Ein annar skrivaði soleiðis: "Jeg fik grundlagt mit enøjede had til færingerne som 13-årig, og det har holdt sig, så jeg ler ondt og skadefro når de i dag falder hjælpeløse og vingeskudt ud over afgrunden." Ein triði: "Under de færøske nissehuer skjuler sig et krater af boblende galskab. Her kommer repræsentanten for os, der poster millioner og atter millioner op i de tobenede bjerggeder, og så undlader de ikke bare at sige tak, de stikker ikke engang kloven frem til hilsen." Sami tónin. Sami stílur. Og sanniliga skrivar ein fjórði soleiðis: "på Færøerne er det en dårlig hustru, der føder mindre end ti børn." Hetta stendur alt órættað í donskum bløðum. Er tað ikki ein einastandandi journalistikkur? Tað er líkt til, at menniskju mugu hava onkran at síggja niðurá. Undir krígnum stuttleikaðu týskarar sær við at kalla danskarar "die dummen Dänen", (og tað gera teir kamska enn?), og mundu danskarum dáma tað væl, mundu teir fegnast um tað? Tú hevur eina kenslu av, at sambandsflokkarnir báðir fegnast, hvørja ferð tað hevur eydnast teimum at vinna sitandi landstýri onkra neis, tú mestsum sær teir flenna í kíki og klappa hvørjum øðrum á herðarnar: Ha, vit sleppa frá fullveldistvætlinum, vit sleppa frá at klára okkara húsarhald. Ein hugsjón Ein sambandspolitikari skrivaði fyri nakað síðani, at sambandsflokkurin var einasti flokkur í Føroyum við hugsjónum ella visiónum. Hvat í allari víðastu verð man tað vera fyri hugsjónir? Kanska tað at hava sum mál at liva upp á nass? Hvussu ørt skal tað vera, áðrenn alt brestur fyri okkum? (Fólk tykjast at vera ótrúliga tornom, so lat okkum endurtaka tað: Eini rættindi við ongum skyldum, eru eingi rættindi. Tey eru olmussa. Tað er at vera nasserøv). Um sambandsflokkurin skuldi kunna reypa sær av hugsjónum, so skuldi hann farið at stríðst fyri at gjørt Føroyar aftur til eitt amt við somu skyldum og rættindum sum hini amtini. Tað hevði ið hvussu er verið eitt slag av hugsjón. Gátuførur politikkur Tað er líkt til, at vit sleppa ikki út úr okkara ólukkuligu støðu. Sambandsflokkarnir báðir vilja ikki hjálpa til við tí. Teir gera líkasum alt fyri at gera fortreð - við eitt nú tí 100 ára gamla triksinum at gera fólk bangin, so tey missa mótið og ikki tora so frætt sum at droyma um sjálvstýrið og sjálvbjargnið. Og við at díkja á fíggjarlógina og gera alt so hopileysa dýrt, at her verður ikki livandi. Danskir politikarar kenna okkara psyku, okkara húskallalyndið og vita akkurát, hvussu teir skulu fara við okkum, tí hjálpa teir sambandsflokkunum so væl við forskrekkilsinum. Rokna teir kanska við, at teir við at taka móðurmálið frá okkum og gera okkum til eitt slag av danskarum kunnu lumpa sær til at fáa landgrunnin aftur og fara av stað við eini møguligari oljuvinnu? Hvat er tað, sum teir hava í kvittanum við sínum gátuføra politikki? Teir kunnu risikera at spæla av við ikki bara Føroyar men eisini Grønland, og tað verður eitt prestisjutap, sum danska ríkið als ikki tolir, tí hvat verður Danmark tá. Sum onkur tók til herfyri: tá verður Danmark ein pornoforrætning í Norðurtýskalandi við statsministaranum sum krambakalli. Tað var ónt og óreint sagt, men als ikki óndari og óreinari enn tað, sum danskarar siga um Føroyar. Sannleikin er, at hóast teir innast inni ynskja okkum hagar piparið grør, so vilja teir ikki undir nøkrum umstøðum av við okkum vegna prestisjutapið. Men hví føra teir so ein politikk sum reinir amatørar? Tí teir vita ikki, hvat teir skulu gera við hesa støðuna. Hopparar og skropparar Fleiri av okkara politikarum eru tað, vit kunnu kalla hopparar og skropparar, og hvat vil tað siga? Tað vil siga, at tað eru politikarar sum fram um alt vilja sleppa fram at Egyptalands kjøtgrýtum, og sum tí hoppa og skroppa fyri at troka seg fram at valdinum, at sleppa upp á tingsins røðarapall, og tað kunnu teir til dømis gera við at skifta flokk, við at skifta áskoðan og sannføring soleiðis sum rákið er. Og vit vita, at tað eru tað fleiri sum hava gjørt og sum fara at gera framyvir, og tað vil siga tað sama sum, at tað er lítið álit í teimum. Vit kunnu ikki hava nógva tiltrúgv til teirra. Tað er heldur láturligt og eitt sindur syrgiligt at síggja hesar persónar føra seg álvarsliga fram í bløðum og loftmiðlum sum álvarafólk og politiskar persónligheitir, tí tú trýrt jú ikki upp á teirra útsagnir, hatta er bara nakað tey siga fyri at sleppa upp í part. Um at skammast Tosar tú við okkurt sambandsfólk um okkara veraldarskomm, hetta, at vera tvungin til at liva upp á nass, so svara tey, og har er einki undantak: Skammast? Hví skuldi eg skammast? Eg eri eitt stolt menniskja, eg tori at líta frítt inn í eyguni á hvørjum tað skal vera. Tað eru tit sokallaðu sjálvstýrisfólk sum skammast, sum ikki tora at liva av berari skomm. At nakar fær seg til at vera stoltur av at liva sum "nasserøv" er ikki til at fata, men vit eru nógv, sum ikki eru tað og sum ikki vilja vera tað, vit eru í tíggjutúsundatali sum ikki finna okkum í at liva undir hesum skammiligu viður-skiftum. Tað er skyldan hjá okkara politikarum at leggja so til rættis, at vit sjálvi gjalda og valda og ikki liggja sum skamleys ólukkudýr á knøum fyri danska pengapunginum, tað er tykkara skylda fram um alt annað at leggja so til rættis, at vit sleppa av við hesa tungu byrðu at liggja øðrum til byrðu. Vit kunnu ikki vera stolt, fyrrenn vit hava slept danska skjúrtufaldinum og farin at ganga sjálvi. Vit vilja ikki undir nøkrum umstøðum halda fram við at ganga hesa lemjandi oyðimarkargongd, sum í longdini fer at drepa allar skapandi kreftir. Vit siga nei til at ganga hesa gongd, vit siga korta knúsandi nei til at vera útskotspakk. Marjus Dam Nú er tann stundin komin (1) Marjus Dam, løgtingsmaður At sjúkrahúsverk okkara verður viðlíkahildið og nútíðargjørt At brekaði fáa bústað, frítíðar tilboð og viðurskiftir, ið øll nátúrliga eiga. At sálarliga sjúk fáa bústaðir og frítíðartilboð, ið tey hava rætt til. At psykiatrisku deildirnar verða nútíðargjørdar, so sjúklingar har fáa mannsømilig kor at verða sjúk og viðgjørd í. At faklig serfrøði verður sett at taka sær av sálarliga sjúkum børnum. At serlig tilboð verða til fólk við serligum tørvi - kring alt landi. At bøta um viðurskiftir føroyinga, serliga teirra, ið eru illa fyri á ein ella annan hátt At bøta um viðurskiftir teirra í eru frísk við at løna arbeiði við lægri skattum. At ríkisveitingin verður nýtt til tað hon eigur at verða nýtt til. Tað vil Sambandsflokkurin - tann liberali flokkurin við tí sterku socialu hugsjónini. Aftaná Sinnisbatafundin Eftir Sinnisbatafundin farna vikuskiftið í Landssjúkrahúshøllini um bústaðartørv teirra psykiskt sjúku, lá sjálvsagt mangt og hvat eftir, eins og fundurin í sjálvum sær kveikti nýggjar hugsjónir, og sostatt var fundurin viðkomandi og væl eydnaður og tøkk skulu stigatakararnir (Sinnisbati) hava fyri tað Eg viðurkenni, at spurningurin er trupul bæði so og so, men onkunstaðni skal so byrjast, at ein byrjan er so altíð ein roynd, sum síðani kann bøtast og lagast nærri til tað endaliga stavnhaldið, sum er at veita sálarsjúkum bøtta tilveru og psykiatrisku deild økt og bøtt virkisamboð. Øll tykjast samd um, at sálarsjúk skulu eiga frægari møguleikar at fóta sær aftur uttandeilda, og so vítt gjørligt aftur gerast náttúrligur partur av samfelagssamlívinum, so sum nú annars brek og førleiki loyvir tí. Sálarsjúk fólk eru vanliga eins heimkær og onnur. Tó í onkrum føri ber sjúkan við sær, at sjúklingar sjálvir illa orka fyri sínum næstringum ella tey ikki fyri teimum, men fyri nógv, sum frammanundan hava svikaliga sjálvsmynd, er tað sera umráðandi so vítt gjørligt at varðveita sítt tilknýti til tað familjuliga og umhvørvisliga upphavið. Men tá familja og aðrir næstringar av einihvørji orsøk ikki orka nóg væl at flættast við hin sálarbrekaða, so eiga hesi javnbjóðis øðrum at kunna fara náttúrliga fyri seg sjálvi frá >>faðir og móðir<< og búleikast undir umstøðum, sum flestøll við góðum vilja kunnu liva við og hóast alt fáa sum frægast burturúr. Júst her er tað, at vit hava ein høvuðstrupulleika, tí meðan vanlig hálvvaksin hava nóg trupult við at útvega sær egnan bústað, er tað í verandi >>købers og sælgers marked<< á privata bústaðarmarknaðinum margfalt trupult hjá brekaðum at fáa egið tak yvir høvdið. Tískil mugu tær almennu Føroyar traðka til, verða hesi okkara minstu og veikastu í samfelagnum viðurkend sum neyðugur partur av samfelagshópinum, og tað skulu tey vera, síðani slík hóttaføll kunnu ráma okkum øll í faktiskt óhugnaliga høgum lutfalli. Tað er eingin einføld loysn og funnin fressur í hesum spurningi, men heldur talan um eitt fjølbroytt og liðiligt úrval av møguleikum. Fyrsta stigið kann vera øktir útslúsningsmøguleikar beinleiðis av psykiatrisku deild og væl meira enn við verandi einstaku tíðaravmarkaðu royndaríbúð á sjúkrahúsøkinum, Sólteigi o.ø.. Tað kann gerast við eini heilari hædd í ell einari heilari bústaðareind (einum heilum íbúðarblokki, so sum skilagott skotið upp av fundarluttakara). Annars er tað ikki minst týðandi, at sálarbrekaðum ofta leingist heimaftur til sítt gerandisumhvørvi, sítt upphav og sína familju, og í tí føri er tað heilt upplagt, at kommunur úti um landið kenna sína ábyrgd fyri eisini hesum sínum borgarum og fara undir at byggja nýggj ella keypa hóskandi brúkt sambýli til hesi fólk, enn sum higartil í ávísan mun bara at avhenda hesar skyldur sínar til Suðurstreym.. Nú eina drúgva tíð hava vit verið vitni til eitt drúgvt kommunuvalstríð, har tað hevur verið lovað í stóran stíl til høgru og vinstru. Bústaðarmál teirra sinnisbrekaðu hevur verið havt á lofti, tó lítið ítøkiliga, men væl meint, og tað kostar so ikki beinleiðis. Væl fer tað at kosta, men her sum so mangan man tað fara at vera, at >>det koster at være kar<<, tí í veruleikanum er stavnsbindin av sjúkum innandeilda á psykiatriskari deild hin dýrasta loysnin, meðan lands- og bygdapolitikarar fyri tað nógva bara lena seg afturá og lata standa til. Og so hevur eingin nevnt spurningin um trivnað og lívsdygd teirra sjúku, og neyð okkara viðgerðafólka innandeilda at fáa tikið ímóti nýtilkomnum sálarsjúkum, tí at deildin frammanundan er ovurfylt og >>sandað til<< av annars innandeilda liðugt viðgjørdum sjúklingum, sum bara ikki fáast út aftur, tí at tað reint faktiskt einki er at útskriva tey til. Veit ikki akkurát, hvar hundurin er grivin, men er talan um bera økonomi, costbenefit og denslags, so skal eg loyva mær at veita teimum fákunnugu, blint taltrúgvu og einoygdu fíggjarkønu eitt einasta dømi av, Guð havi lov, hóast alt fleiri: Siga vit, at eitt døgnrøktarpláss á psykiatrisku deild kostar framm við 2000, og tá er tað lágt sett. Í hesum høpi minnist meg sjúkling, sum verandi illa psykiskt sjúk frammanundan hevði ligið inn á psykiatrisku deild niðri í eini 20 til 30 ár út í eitt fyri - lat okkum siga - hesa somu útreiðslu á kr. 2000 pr. døgn. Seinastu 30 árini hevur hesin framvegis illa sjúki persónur heima hjá okkum tó kunnað búleikast í egnari íbúð við avlamispensión svarandi til 200 til 300 kr. pr. døgn. Viðkomandi hevur so av síni pensiónsupphædd goldið fyri sítt upphald, húsaleigu, fyri mat og klæði, ljós og hita, lisens til útvarp og sjónvarp o.s.fr., umframt at persónurin, hóast framvegis illa sálarsjúk, trívist sera væl heima hjá sær sjálvum og hevur eftir umstøðunum eitt virðiligt lív. Væl er hetta ein glæstrisøga og møguliga eitt undantak í neyðini, sum tó hevur eydnast vegna tess, at øll hjálparfólk hava verið beinasom og latið formligar forðingar víkja, men samanumtikið ivist eg sjálvur onga løtu í, at eiga vit og fáa framyvir fleiri lagalig tilboð til og umstøður fyri at stuðla sálarsjúkum til eitt virðiligt lív uppá teirra serligu treytir, so verður einki óført fyri nógv teirra. Higartil verandi økispsykiatri er vegna tilfeingistrongd og av øðrum góðum grundum fyribils steðgað. Tað er í sjálvum sær eitt afturstig og harmuligt, síðani útjaðaraborgarar sjálvandi skulu hava somu møguleikar fyri sálarsjúkuviðgerð sum eitt nú næstu grannar psykiatrisku deild, men eg kundi hugsað mær eina virðiliga og væl endurreista økispsykiatri endurstovnaða soleiðis, at kommunur víða um landið eftir tørvi reistu bústovnar ella sambýli til sínar sálarsjúku borgarar við absolutum tørvi fyri slíkum, og at økispsykiatriin síðani var endurstovnað forsvarliga sum sjálvstøðugt arbeiðsteam, tó við útgangsstøði í pyskiatrisku deild, til m.a. at veita sálarsjúkum úti um landið regluliga tænastu á lokalsjúkrahúsum, røktarheimum, læknamiðstøðum og/ella í tilknýti til sambýli og bústaðir fyri sálarsjúk, sum av einihvørji orsøk ikki kunnu búleikast heilt á jøvnum føti við onnur. Og omaná alt er ikki talan um berar luftkastelir, síðani vit á pyskiatrisku deild longu hava roynt hetta í ávísan mun, men skulu vit hava eina forsvarliga skipan frameftir, má tað endurreisast av nýggjum við hóskandi tilfeingi, manning og umstøðum annars, og samanumtikið er ikki vist, at tað ikki fer at løna seg samfelagsbúskaparliga. Psykiatriska deild, Landssjúkrahúsið 29.11.2000 Eyðun Joensen, sálarfrøðingur/bm ODDAGREIN: Háð ímóti fólki Nú er greitt, at samráðingar fara fram í loyndum millum landsstýrið og donsku stjórnina um framtíðarstøðu Føroya. Løgmaður royndir at til einkisgera hesar samráðingar og sigur, at talan er bara um óformligar samráðingar millum danskar og føroyskar embætismenn. Men hinvegin er eisini greitt, at løgmaður og forsætisráðharrin hava funnið gott stev í telefonsamrøðum um nýggju tilgongdina í fullveldismálinum. Tað er altíð ein spurningur, hvussu afturlætnar ella opnar einar samráðingar millum tveir stjórnarmyndugleikar skulu vera. Varaløgmaður sigur, at samráðingarnar millum Føroyar og Bretland um markið vórðu hildnar í loyndum og eingin fekk nakað at vita, og tí er rímuligt, at samráðingar um framtíð okkara eisini eru handan læstar dyr. Men spurningurin er, um nakað samanlíkningargrundarlag er ímillum tær báðar støðurnar. Samráðingar við Bretland vóru helst í trúnaði, tí at samráðingar eru millum tvey lond um eitt mark. Nógv áhugamál vóru upp á spæl, og hetta er óivað vanlig diplomatsk mannagongd. Viðvíkjandi framtíðarstøðu eru samráðingar millum tveir partar í sama ríki og úrslitið er viðkomandi fyri hvørja ta einastu mannalagnu her á klettunum. Tí hevur tað áhuga hjá okkum øllum at vita, hvussu gongst í samráðingunum, og hvat samráðst verður um. Fær fólkið at vita, hvat samráðast verður um, hevur fólkið eisini møguleikar at gera viðmerkingar til gongdina og møgulig partsúrslit. Løgmaður hevur rætt í tí, at tað er ikki neyðugt, at fjølmiðlarnir skulu sita við samráðingarborðið. Tað hevur heldur ikki nakar kravt, hóast tað óivað hevði verið tað mest demokratiska, men landsstýrið kundi hinvegin hildið fram at kunna so hvørt, so fólk av álvara hava eina føling við, hvat fer fram, og hvussu tað gongur. Men hetta helsur landsstýrið helst ikki, tí upprunaliga vildi landsstýrið hava samráðingarnar í loyndum. Tað góðtók stjórnin, sum vitluligt er, ikki, og kravdi, at fjølmiðlarnir vórðu kunnaðir um samráðingargrundarlagið, og alla tilgongdina í málinum. Landsstýrið tóktist tá rættiliga firtið og er tað partvíst enn. Spurningurin er, hvat vil landsstýrið fjala? Hví kann landsstýrið ikki hava samráðingarnar opnar og leggja ávegis úrslitini fram fyri fólkið, sum næsta ár skal taka støðu til framtíð sína. Alt loyniligt minnir okkum um totaliter ríki, og vit vita av royndum, at tá nakað erður hildið loyniligt,so haltar okkurt. Totaliter viðurskifti hava sjáldan nakað við fólkaræði at gera, men tað øvugta. Spurningurin er tí, um tað ikki er háð ímóti fólkaræðinum og føroyinginum at halda samráðingarnar við donsku stjórnina í loydum. Føroyingurin hevur krav um opinleika um framtíð sína. Sosialurin Útbjóðingar á SL SL fara við hesari viðmerking at geva eitt ískoytið til eina konstruktiva umrøðu av útbjóðingum á SL Inngangur Tað er seinastu tíðina gjørdar nakrar politiskar viðmerkingar til arbeiðið at skifta út motorarnar á Ternuni. Sambært teimum viðmerkingum, sum gjørdar eru, fær ein tað fatan, at SL ikki bjóða út umvælingararbeiðir og onki verður sagt um tær nógvu ferðir umvælingararbeiðir verða boðin út og hvat er hent í fleiri av málunum. Tað er altíð óheppið at niðurstøður verða gjørdar útfrá einstøkum málum og tí fer leiðslan á SL at royna við hesari viðmerking at geva eina meira avvigaða mynd av, hvussu farið verður fram í sambandi við útbjóðingar. Evnið eigur eisini at hava almennan áhuga og er viðkomandi fyri almennar stovnar og tí verður roynt at gera hesar viðmerkingar upplýsandi. Galdandi mannagongd SL hava tann 9. juni 1998 latið gera eitt løgfrøðisligt upprit um útbjóðing í sambandi við skipabygging. Brot úr hesum uppriti kunnu hóskandi brúkast í sambandi við útbjóðingar innan fyri tað almenna í sambandi við ymisk arbeiðir, innkeyp o.a. Alment kann sigast, at fyri almennar stovnar eru galdandi vanligar reglur um at halda >>góðan umsitingarsið<<. Hetta er fyri ein part niðurfelt í løgtingslógum, herundir serliga møguliga lóg fyri avvarðandi almenna stovnin og løgtingslóg um fyrisiting, fyri ein part óskrivaðar reglur. Haraftrat skulu teir sjálvandi halda fíggjarkarmin, sum ásett í galdandi fíggjarlóg. Viðvíkjandi teimum óskrivaðu reglunum kann ikki sigast nakað eintýðigt um hvat er galdandi, men nevnast kunnu t.d. reglur um at tað almenna í síni umsiting skal miðja eftir at sleppa undan, at virðir fara fyri skeyti (>>værdispildsbetragtninger<<), at allir borgarar skulu viðfarast so vítt møguligt eins (>>lighedsbetragtninger<<) og annars, at borgarnir skulu viðfarast við >>hensyn og velvilje<<. Eisini má tað vera ein skylda hjá almennum myndugleikum í síni umsiting (innan fyri lógarinnar karmar) at verja landskassans áhugamál. Strandferðslan má tí eisini hava atlit fyri at fáa skip bygd, keypa inn og umvæla so bíliga sum gjørligt, og um hetta best verður gjørt við at bjóða út, má tað áliggja ein ávís skylda hjá Strandferðsluni til at gera hetta. Skyldan er tó ikki absolutt, og kunnu onnur atlit, t.d. til at arbeiðið verður gjørt í Føroyum, grundgeva, at tikið verður ikki av einum bíligari útlendskum tilboði. Útbjóðingar eru annars reguleraðar av løgtingslóg um útbjóðing v.m. (løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984), sum er galdandi fyri bæði privat og almennar stovnar. Lógin er tó ikki galdandi fyri bygging av skipum, jvb. § 1, har skipabygging er greitt undantikin frá lógini. Strandferðslan er sostatt ikki við eini útbjóðing av bygging av einum nýggjum strandfaraskipi bundin av ásetingunum í lógini. SL halda seg til hesar meginreglur og tað er bara í heilt serligum førum, at stovnurin víkur frá hesum meginreglum, men í staðin brúkar aðrar búskaparliga forsvarligar mannagongdir. Útskiftingin av motorununm á Ternuni Upprunaliga var ætlanin, at Ternan skuldi skifta motorarnar út í mai mánað í ár. Hetta kundi ikki lata seg gera, av tí, at játtanin var skerd og tí mátti Ternan verða til at taka um Leirvíksfjørð, tí Smyril skuldi í dokk og møguliga skuldi Dúgvan setast í sigling á Suðuroyarleiðini. SL mátti nevnliga útseta motorskifti vegna vantandi játtan, men nú hastaði tað. Leiðslan hevur í hesum konkreta føri mett tað verða av alstórum týdningi at útskiftingin av motorunum varð gjørd í einum tíðarskeiði, har ferðslan varð minst møguligt tarnað. Annars er kriterii fyri at velja skipasmiðju: Kostnaður Royndir Skjótleiki Góðska í arbeiðinum Við hesum útgangsstøði varð kannað, hvør í heila takið kundi gera hetta arbeiðið. Talan er um eitt rímuliga stórt arbeiði, sum krevur nógva orku og fasilitetir at loysa uppgávuna. Hesir møguleikarnir vóru kannaðir: Vágs Skipasmiðja Sleipistøð í Klaksvík Skipasmiðjan á Skála Tórshavnar Skipasmiðja Vágs Skipasmiðja kundi ikki átaka sær uppgávuna við tað, at gamla Ternan var til eftirlit á Vágs Skipasmiðju. Í Klaksvík er ikki gjørligt at taka Ternuna uppá sleipistøð. Á Skála hevði skipasmiðjan ov nógv at gera um hetta mundi. Tann einasti tryggi møguleikin fyri at gera arbeiðið júst hetta tíðspunkt og skjótast gjørligt, vísti seg at verða á Tórshavnar Skipasmiðju. Í hesum sambandi gav Tórshavnar Skipasmiðja eina kostnaðarmeting, áðrenn farið var undir arbeiðið. Møguleikin at fremja umvælingar uttanlanda varð eisini umrøddur, men mett varð, at tað kom at gerast kostnaðarmiklari við nógvari sigling, eftirliti o.a. Talan er um eitt umvælingararbeiði, sum er av einari slíkari upphædd, at tað ikki kann loysa seg búskaparliga at fara av landinum. Tað er víst á, at tað ikki er rætt, at neyðugt varð, at ferjan skuldi takast upp á sleipistøð, men hetta varð neyðugt fyri at seta nýggjar botnventilar í. Hetta varð gjørt í tíðarskeiðnum leygardagin tann 04/11, kl. 10:00 og til mánamorgunin tann 6/11, kl. 07:00. Altíð tá slík arbeiðir verða gjørd og eisini í hesum føri, eru fólk frá SL á staðnum alla tíðina og hava eftirlit við arbeiðinum. Tá so rokningin kemur frá skipasmiðjuni verður hetta gjøgnumgingið væl og virðiliga og um neyðugt verður farið inn at umrøða innihaldið í arbeiðinum samanborið við rokningina. Higartil royndir av útbjóðing Tað eru sera ymisk, hvussu tað hevur roynst at bjóða út størri umvælingararbeiðir av ferjum og skipum. Í 1998 vórðu innheintað tilboð uppá umvæling av Másanum og tikið varð av tí lægsta boðnum uppá umleið 300 tús. kr. Tá skipið kom aftur av sleipistøðini fekk SL eina rokning uppá 1,2 mió. kr. Frágreiðingin uppá hetta er, at tað er ógjørligt at gera eina kostnaðarmeting og geva bindandi tilboð uppá størri umvælingararbeiðir og serliga, tá talan er um eldri skip. Tað sum hetta dømið m.a. vísir er, at tað í fleiri førum verða send alt ov lág tilboð, fyri at fáa arbeiði. Ella er tað heilt einfalt ikki gjørligt at geva eitt tilboð uttan at nærum alt verður tikið sundur í sambandi við eitt ávíst arbeiðið, soleiðis at tað týðuliga sæst hvat tað er givið verður tilboð uppá. SL hava fingið upplýst frá ráðgevum uttanlanda, at tað er sera vanligt, at skipasmiðjur ikki ynskja at geva bindandi tilboð uppá størri arbeiðir og serliga ikki, um so er, at talan er um eldri ferjur/skip. Í vár varð ætlanin at bjóða út stóra arbeiðið at umvæla Smyril í útlandinum, men hetta kundi ikki lata seg gera, av tí, at løgtingið valdi at skjera játtanina við einari lutfalsliga stórari upphædd uppá 7,5 mió. kr. Harafturat kann nevnast, at SL slapp ikki fyri politisku myndugleikunum at bjóða út Sandoyarferjuna, við tí endamáli at tryggja sær, at bygt verður, har tað er bíligast og best. Leiðslan hevur eisini havt umvælingina av Dúgvuni til nærri viðgerðar. Um so var, at SL valdi at bjóða arbeiðið út, hevði tað tikið munandi longri tíð, men spurningurin er relevantur kortini. Trupulleikin í hesum føri var m.a., at Dúgvan onga aðrastaðnis í Føroyum kundi takast upp á henda hátt. Marknaðar- effektivitetur Á fleiri vinnuøkjum í Føroyum er marknaðareffektiviteturin vánaligur. Hetta kemst av, at ov fá feløg o.a. eru um at veita tilboð uppá arbeiðir ella tænastur. Í fleiri førum er ónøgdin eisini grundað á, at SL er ein almennur stovnur, og tí skulu arbeiðir fyri tað fyrsta gerast í Føroyum (samfelagsbúskarplig atlit) og harnæst skal stovnurin royna at býta út arbeiðir útfrá tí, at øll skulu hava møguleikar fyri at gera arbeiðir og fáa inntøkur, hetta ofta uttan mun til um tað kostar meira, tekur longri tíð ella góðskan í arbeiðinum er á einum lágum støði. Leiðslan á SL vónar, at hesar viðmerkingar, kunnu verða eitt ískoyti til eina konstruktiva umrøðu av útbjóðingum á SL og innan tað almenna annars. Heilsan Strandfaraskip Landsins Reidar Nónfjall, stjóri Magnus Magnussen, tekniskur leiðari Ein útoyggj, staðfest í Dagblaðnum Suðuroy og kunningarferð Mánadagin 4. december hevur Dagblaðið tey stórtíðindi fyri okkum sum búgva her Suðri, at fíggjarnevndin hjá løgtinginum ætlandi fer á >>rannsóknarferð<< til Suðuroyar. Formaðurin í fíggjarnevndini er siteraður fyri at siga, at ætlanin er at liggja >>eina<< heila nátt í Suðri, so at nevndin fær >>ein<< heilan dag at vitja ymsu støðini. Vónandi kann hendan >>rannsóknarferð<< eisini vísa politikarum, hvussu umráðandi tað er, at ein útgerðarhavn verður løgd í Suðuroy. Í endanum á greinuni um hesa >>rannsóknarferð<< kemur tað fram, at tingformaðurin kann leggja meinbogar fyri hesu sjálvsomu ferð, tað fer so tíðin at vísa. Henda greinin í Dagblaðnum vísur greitt hvussu trupult tað er, at koma til og frá Suðuroy og at títtleikin á suðuroyarleiðini skuldi verið øktur. Tað er ein politisk avgerð og einki annað, um SL fær tað játtan á fíggjarlógini sum skal til fyri at økja títtleikan á suðuroyarleiðini. Finnleif Guttesen Tvøroyri Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Tummas Óli Mortensen blokkaði jugoslavan í gólvið Fleyr lumpaði føroyska flogbóltsheimin, tá teir um vikuskiftið vunnu á ÍF, og meistaradeildin tykist nú opnari, enn hon nakran tíð hevur verið. ÍF - Fleyr 1 - 3 (20 - 25, 16 -25, 26-24, 25-20) Flogbóltur menn ÍF hevur higartil haft eitt gott kappingarár og vann millum annað 3-0 á Fleyr í fyrsta dystinum í Havn, so tað vóru fá sum roknaðu við, at Fleyr fór at gera um seg á Kambsdali. Men eftir dystartølunum higartil, skal ein ongantíð undirmeta havnarliðið. Fyri fáum vikum síðani tóku teir øll á bóli við at vinna á Fram, og hetta viðførdi, at Fram tapti tríggjar dystir á rað, so spennandi verður at síggja um ÍF fær somu lagnu. Klæmint góðar servur Fleyr kom best frá byrjan í dystinum og vann bæði tey fyrstu settini ávikavist 25-20 og heili 25-16, og var hetta millum annað við stórum servutrýsti frá Klæminti Isaksen, Fleyr, men Fleyr vísti í hesum settinum eisini, at liðið gott kann leika góðan flogbólt. Eisini høvdu Fleyr leikararnir lagt seg eftir at leika nógv miðjuálop, soleiðis at Steinar Eiriksson og Janus úr Dímun høvdu góðar dagar. Hjá ÍF gekst minni gott, og serliga vóru tað Boban og Bartal Eliassen, sum ikki fingu smash síni at koyra líka væl, sum t.d. tá teir leiktu ímóti Fram fyri tveimum vikum síðani. Nógv av smashunum endaðu uttanfyri, og hetta skyldast kanska eisini at samanspælið millum teir og hevaran Bjarna Joensen, ikki virkaði eins væl og ímóti Fram. ÍF við aftur Men ÍF kom væl við aftur í triðja setti. Betur gekst í verjupartinum, og ein kendi ÍF liðið aftur, við sínum góða verjuleiki, har eitt av sereyðkennunum er, at tað er næstan ómøguligt at sláa bóltin í gólvið. Men eisini hetta settið mundi ÍF mist á gólvið, tí hóast ÍF hevði ført meginpartin av settinum, so megnaði Fleyr at koma upp á 24-24, tá so Steinar Eirkikstoft kikasaði eina servu í undirkantin á netinum, og sostatt kom ÍF á odda 25-24 og vann eisini næsta bóltin og harvið settið 26-24. Tummas Óli vendi øllum Fuglfirðingarnir fingu nú blóð upp á tonna og herjaðu á aftur í 4. setti, har teir sleptu í triðja. Teir komu á odda heili 16-8, og var hetta serliga eftir góðar servur frá millum annað Kenneth Neshamar, sum servaði frá 5 upp á 11 og frá Boban, sum servaði frá 11 upp á 16. Men við støðuna 14-8 til ÍF skifti Fleyr hevara, soleiðis at Jákup Villiam Sivertsen, - sum higartil hevði leikt sera væl - fór út, og veteranurin Tummas Óli Mortensen kom inn at heva. Og hetta var gulleggið í dystinum. Við sínum drúgvu royndum eydnaðist tað Tummas Óla at venda dystinum, soleiðis at Fleyr vann settið 25-20, harav tað til seinast eydnaðist honum í einum einmansblokki at støðga jugoslavanum Boban í seinasta bóltinum, soleiðis at tað enn einferð kundi prógvast, at Fleyr ikki skal avskrivast í dystinum um heiðursmerkini. Fleyr skal komandi vikuskifti leika ímóti Mjølni í Havn, so spennandi verður at síggja, um havnarliðið enn einaferð tekur øll á bóli. Um dystin Klæmint Isaksen, Fleyr Vit brúktu somu uppskrift, sum tá vit leiktu ímóti Fram, og harumframt hava vit fingið størri ró og breidd á liðið nú. Í verjupartinum brúktu vit Jan Hentze sum libero, og kom hann inn fyri Andrass Jógvansson og Janus úr Dímum. Hetta gjørdi t.d., at Andrass og Janus bert skuldi hugsa um álopspartin, og tí komu teir sera væl frá. Og at hava ein hevara sum Tummas Óla at taka til, er frálíkt. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Fleyr við í toppinum Fleyr er nú um at lyfta seg upp móti toppinum, har tær aloftast hava verið vanar at vera, tó at avrikini seinastu árini als ikki hava bent á nakra veruliga oddastøðu ÍF - Fleyr 2 - 3 25-20, 25-22, 20-25, 23-25, 13-15 Flogbóltur Meistaradeild kvinnur ÍF og Fleyr spældu ein sera spennandi dyst á Kambsdali sunnudagin. Hetta eru tvey av liðunum, sum dystast um 3. plássið í deildini. Men við sigrinum hevur Fleyr framvegis samband við toppin, og tveir teir næstu dystirnir hjá Fleyr eru ímóti Mjølni og Drátti í Gundadalshøllini. Í hesum dystinum var javnt mestsum alla tíðina. ÍF kom tó betur frá byrjan í tveimum teimum fyrstu settunum, men Fleyr kom fyri seg og vann leiðsluna inn aftur. Hjá ÍF var Helen á Lakjuni serliga sjónsk. Hon spælir á miðjuni, og hevði hon nógv skjót álop, sum Fleyr ikki megnaði at steðga. Álopsspælið hjá ÍF var ikki so nógv burtursæð frá Helen. Roynt varð við lobbum, og annars við góðum verjuspæli, og tað eydnaðist væl. Hjá Fleyr hevur gingið sera væl seinastu dystirnar, og skilligt var, at liðið vildi vinna. Leikararnir kempaðu fyri hvønn bólt, og teir trupulleikar, sum vóru fyrst í kappingarárinum, eru nú burtur. ÍF væl frá byrjan ÍF setti seg á dystin beinanveg. Í fyrsta settinum vóru kvinnurnar úr Fuglafirði væl frammanfyri alt settið. Sama gongdin var í øðrum setti, men nú var Fleyr á veg inn í dystin. Blokkurin var um at fáa takið á Helen, og álopsspælið hjá Fleyr kom í sving. Tí var tað als ikki løgið, at Fleyr í 3. setti tók seg frá ÍF. Í hesum settinum sást, at dysturin var um at venda. Fleyr hevði góða spælið frammi, og ÍF gjørdi nógv mistøk. Móttøkurnar vóru ikki nóg góðar, og álopsspælið ikki nóg avgjørt. Spenningurin í topp ÍF kom skjótt aftur á beina kós, og í 4. setti sá alt út til at skula eydnast. ÍF niðurspældi Fleyr og eftir stuttari løtu var støðan 11-2 til ÍF. Hetta var gongdin langt út í settið, men so koppaði alt. Fleyr bardi seg inn aftur í dystin, og ÍF fall í fátt. Tær blakaðu leiðsluna fyri borð, og Fleyr kom upp á støðuna 23-23. Tvær góðar servur løgdu grundarlagið undir, at Fleyr tók 4. settið, og nú kundi alt henda. 5. settið byrjaði væl hjá Fleyr, og tá ið liðini skiftu síðu, var støðan 8-3. Men ÍF gavst ikki so, og rættiligur spenningur kom nú í. Støðan var 13-13, og nú ráddi um ikki at gera mistøk. Fleyr átti servuna. Hon eydnaðist væl, og Fleyr vann seg fram til dystarbólt. Servan hesaferð eydnaðist betur enn tann fyrra. Bólturin fór langt aftur á vøllin. ÍF-kvinnurnar hildu bóltin vera úti, og lótu hann tí fara, men dómarin dømdi bóltin at vera inni, og sostatt vann Fleyr dystin. Kvinnurnar í ÍF vóru sum vera man ógvuliga skuffaðar eftir dystin. Tær tóku ikki møguleikan tá ið hann var har, og tí mistu tær alt. Fleyr strýkur avstað, og kunnu í teimum næstu dystunum rættiliga gera seg galdandi. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Fram aftur á sigurskós Eftir at havt laka úrtøku seinastu dystirnar, fekk Fram endiliga glið á aftur, tá teir um vikuskiftið hittur botnliðið úr Sørvági SÍ-Fram 0-3 (21-25, 14-25, 24-26 Flogbóltur Meistaradeild menn Seinastu vikurnar hava verið vánaligar hjá Fram. Liðið fekk sera góða byrjan á kappingarárið, men so steðgaði alt upp. Tríggir ósigrar á rað, so tí var dysturin í Sørvági leygardagin ógvuliga tídningarmikil. Tað var hann eisini hjá SÍ, tí enn er einki stig komið á kontoina. Talan var sostatt um tvey lið í kreppu. Hesi liðini hittust fyrr í kappingarárinum í Havn. Tá vann Fram lættliga, men SÍ hevur staðið seg væl á heimavølli, tó einki stig er vunnið enn. Hesin dysturin var tí opin. Broytt lið Romica Pascu, sum venur Fram, hevði sett seg sjálvan uttanfyri til henda dystin. Tí fekk Bogi Andreasen møguleikan at vísa, hvør dugur er í. Bogi spældi kantsmashari, og hann kom væl frá uppgávuni. Í fyrsta settinum gekk rættiliga javnt á, men Fram tóktist tó at hava takið á SÍ. Hjá SÍ vóru gomlu kenningarnir, Sune Hansen og Anfinn Joensen á liðnum, og teir eru altíð drúgvir. Anfinn hevur ikki spælt so nógv í ár, men evnini at blokka hevur hann ikki gloymt. Hann vann nógvar blokkar í dystinum, og Sune tók sær av álopunum. SÍ ger tíverri ov nógvar villur, og tað kostar. 2. sett var skjótt avgreitt. Fram streyk avstað við góðum spæli, og nú sá út til, at dysturin var liðugur. Seinast í settinum gjørdi Fram nakrar broytingar, og liðið var broytt nakað, tá ið 3. sett byrjaði. Ungi Høgni Viderøe var komin inn fyri Boga Andreasen. Hann slapp peint í eldin, tí allr servurnar frá SÍ endaðu hjá honum. Hetta settið gjørdist ógvuliga javnt allan vegin og ongantíð var munurin stórur. Fram gjørdi aftur nakrar broytingar á liðnum, og m.a. kom Bogi inn aftur at spæla. Tað hevði so mikið av ávirkan á gongdina, at Fram endaði omaná. Hjá SÍ var hetta enn ein taptur dystur. Úrslitið gjørdist 3-0 til Fram, sum nú aftur er í oddastríðnum. Við manningini SÍ hevði henda dystin, verður spennandi at síggja, hvat kann henda í seinnu hálvu. Onkur sigur man fara at enda í Sørvági. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Dráttur næstan tikið av TB Talan gjørdist um ein óvæntað spennandi dyst, tá TB um vikuskiftið vitjaði í Sørvági. Fimm sett skuldu til, áðrenn dysturin hevði funnið ein vinnara Dráttur - TB 3 - 2 (23-25, 22-25, 25-11, 25-16, 15-8) Flogbóltur kvinnur Aftur hetta vikuskiftið høvdu Dráttur-kvinnunar heimavøll í Sørvági, av tí at høllin á Giljanesi var upptikin við øðrum tiltøkum. Og eftir at tvey sett vóru leikt, roknaði ein við, at hetta var orsøkin til, at tær vóru aftanfyri 2-0 í settum, tí tað eydnaðist TB at vinna hesi á oddaliðnum. TB-liðið var ikki at kenna aftur frá teimum seinastu dystunum, - framgongd hevur verið alla tíðina-, men í teimum avgerandi løtunum er liðið fallið saman. Men soleiðis var ikki leygardagin Góður libero í Harriet Hammer Hóast Dráttur hevði nógv góð álop, so vísti tað seg, at tað altíð kom ein TB-armur í vegin, og í hesum verjuleikinum var tað serliga liberoin hjá TB, Harriet Hammer, sum skaraði framúr við sera nógvum bjargingum, men eisini Ann Mari Støm, vísti gott spæl í verjuni. Helga Nordendal og Marina úr Drátti, sum leiktu á miðjuni tvey tey fyrstu settini, høvdu tí stórar trupulleikar at vinna bóltarnar, og tað var ikki lættari , tá Selma Danielsen, TB, hevði ein góðan dag í blokkinum. TB vann tvey tey fyrstu settini 25-23 og 25-22, har ein av høvðusørsøkunum til sigurin var liðarbeiði og góður vilji. Broyttu uppstilling Dráttur var nú næstan fallið saman. Men ein seinasta roynd var gjørd undan triðja settinum við at broyta upp á uppstillingina. Elisabeth Rasmussen býtti um við jugoslavan Marinu á miðjuni, og hetta vísti seg at geva úrslit. Elisabeth leikti væl á miðjuni og Marina kom rættuliga til sín rætt á kantinum. Og nú kom gongd í hjá Drátti, og settið var vunnið við settmuninum 25-11. Ein rættuliga stórur munur, og vísti hevarin hjá Drátti, Tórun Jónsdóttir, gott og væl skipað spæl í hesum settinum. Og tvey tey næstu settini fóru sama veg, og Dráttur vann hesi 25-16 og fimta og seinasta settið 15-8., og harvið dystin 3-2. Liðið er tí framvegis á odda í kappingini, og komandi vikuskifti skal liðið til Havnar at leika ímóti Fleyr, sum liggur á triðja plássi. Um dystin Helga Nordendal, Dráttur Hóast vit ikki leiktu illa í 1. og 2. setti, so taptu vit hesi, og hetta var eina mest tí, at TB leikti sera væl í verjuni. Eg kann ikki lata vera við at taka teirra libero Harriet Hammer framum, tí næstan líkamikið hvar vit slóðu, so megnaði hon at fáa eina hond undir bóltin. Eisini høvdu vit trupulleikar at slá framvið góða blokkinum hjá Selmu Danielsen. Virgar Djurhuus, venjari TB Hetta var avgjørt besti dysturin hjá okum, og tað var fyrst og fremst ein liðavrik, sum liðið gjørdi í dag. Genturnar vístu vilja, og arbeiddu væl saman í verjuni, men okur skulu framvegis styrkja um okkara álopspart, og verður hetta málsetningurin framyvir, tí um okur vunnu nakrar fáa bóltar frammi við netið afturat, so kundi úrslitið møguliga verið annarleiðis í dag. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Elddópurin var tungur Byrjanin hjá føroyska kvinnulandsliðnum var alt annað enn góð í fyrsta dystinum, men í seinna hálvleiki ressaðust okkara, og sýntu, at knotur eru í Føroyar-Svøríki 34-12 (14-2) Tað skuldi gerast tungur burður, tá føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fór á vøllin til fyrstu altjóða uppgávu sína. Mett varð framman undan, at svenska mótstøðan ivaleyst var nakað væl sterkari enn føroyska liðið, og fyrstu løtuna skuldi tað eisini vísa seg, at bitin tóktist vera alt ov stórur hjá føroysku gentunum. Bíðaðu í 18 minuttir Fyrsta málið hjá okkara gentum kom ikki fyrr enn í 18. minutti, og tá svenska liðið tá longu hevði skotið níggju mál, var so at siga allur spenningur tikin úr dystinum. Føroyska spælið úti á vøllinum sá annars ikki so galið út, men tá tað ráddi um at skjóta mál, vóru okkara eiðasørar. Hetta varð eisini undirstrika av, at ikki færri enn fýra brotskøst á rað vórðu misnýtt, umframt at leikarar í leysari skotstøðu misnýttu. Antin við at skjóta á væl leikandi Jenny Lindblom í svensks málinum, ella varð skotið við síðuna av málinum. Einki er at ivast í, at um føroyska liðið hevði skorað okkurt málið hesa fyrstu løtuna, hevði talan verið um heilt øðrvísi dyst fyri okkara viðkomandi. Tók trýstið Sum nevnt, so skuldu ganga 18 minuttir, áðrenn fyrsta føroyska málið kom á talvuna. Fyri úrslitiði hevði hetta einsamalla málið kanska ikki so nógv at siga, men tað var sjónligt, hvussu hetta ávirkaði okkara leikarar. Hetta tók broddin av trýstinum á leikarunum, og tað var sjónligt, at óttin fyri at spæla gjørdist minni eftir hetta. Sálarliga tungt Í ítróttahøpi verður ofta tosað um týdningin av sonevndum >>succes-upplivinum<<, og eina slíka fingu føroysku genturnar fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Meðan svenska liðið bert fekk hitt eina málið hesa fyrstu løtuna, skutu okkara trý, og nú kom spæligleðin av álvara fram hjá okkum. Tær høvdu í eina lítla løtu prógvað fyri sær sjálvum, at tær væl kundu vera við til at mynda dystin, og nú var hetta eisini tað, sum tær vildu. Sóleyð Mikkelsen var komin á vøllin, og tað var skjótt greitt, at hennara virðing fyri svium ikki var eins ovurstór, sum hon var hjá fleiri av liðfeløgunum. At føroyska liðið soleiðis royndi at svara aftur, sá ikki út til at hóva teimum svensku serliga væl. Við Åse Erikson á odda royndu tær nú at seta ferðina enn meira upp. Hetta eydnaðist sum so eisini, men tað var tó framvegis líkt til, at okkara megnaðu at fylgja við høgu ferðini, sum nú kom í dystin. Í øllum førum megnaðu tær framhaldandi at fylgja við leikferðini, og í roynd og veru vóru tað okkara, sum skutu fleiri mál fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki. Høga leikferðin kostaði tó okkara rættiliga fitt av kreftum, og hetta kom eisini aftur um brekku seinasta partin av dystinum. Orkan rakk nevnliga ikki eins langt sum viljin, og nógv heldur óneyðug mistøk vóru nú at síggja. Álopini vórðu ikki avsluttað á rættan hátt, og ístaðin kundu tær svensku gera sær dælt av fleiri skjótum mótálopum hesa seinastu tíðina. Brotskøstini ávirkaðu Sum nevnt, so var tað serliga fyrsta partin av dystinum, at okkara tóktust tyngdar av nervum. Í alt vórðu seks føroysk brotskøst misnýtt, og einki er at taka seg aftur í, at úrslitið varð øðrvísi, um mál fingust burtur úr hesmum. Tað var eisini sjónligt, at misnýttu brotskøstini gjørdu sítt til, at enn meira trýst varð lagt á okkara. Eins og tær brádliga høvdu mist ein hvørja trúgv um, at tað veruliga kundi lata seg gera at skjóta mál yvirhøvur. Tíbetur vunnu tær á hesum óttanum, og tá hetta fyrst varð gjørt, tóktust tær als ikki at vera so nógv verri enn mótstøðuliðið, sum ein annars kundi verið bangin fyri. Huglagið broyttist Undir øllum umstøðum, so var huglagið á áskoðarunum broytt mundandi, tá dysturin varð liðugur, um samaborið verður við støðuna í hálvleikinum. Tá vóru fleiri, sum nærum hildu føroyska avrikið vera flovisligt, og at máltalvan vísti 2-14 stuðlaði eisini upp undir hetta tosið. Eftir dystin vóru flestu áskoðararnir tó á einum máli um, at hetta var nú kanska ikki so galið allíkavæl. Samanborið varð við úrslitini hjá fótbóltslandsliðnum fyrstu tíðina, har onkur stórtap eisini vóru á skránni, og við menningi av hesum i huga, mundu tey flestu nú halda, at landsliðið hjá kvinnunum helst hevur eina framtíð hóast alt. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Søgulig løta í Klaksvík Tað var ein nýggjur partur av føroyskari ítróttasøgu, sum varð skrivaðu, tá Jórun Ludvig fríggjadagin gekk á odda fyri føroyska A-landsliðið í kvinnuhondbólti Landsdystur Hóast talan í báðum førum gjørdist um tap til føroysku kvinnurnar, so vóru nógvir positivir lutir at finna í avrikinum hjá føroyska liðnum Niðanfyri hava vit í stuttum umrøtt avrikini hjá føroysku leikarunum, og niðurstøða okkara er, at samanumtikið eigur føroysku hondbóltur nógv gott í væntu frá liðnum. Tær allar flestu hava enn bestu hondbóltsárini til góðar, og kunnu tí enn mennast nógv. Fortreytirnar fyri at mennast mest gjørligt áttu at verið til staðar, nú liðið er vorðin partur í altjóða luttøku. Hetta gevur leikarunum nýggjar avbjóðingar at stremba fram ímóti, og vil tí eisini í gerandisdegnum verða viðvirkandi til, at tað lítla pettið eyka verður lagt í venjingarnar. Helena Dam Fekk fulla spælitíð í báðum dystunum, og samnumtikið borgaði avrik hennara eisini fyri somikið stórari góðsku, at tað ikki varð neyðugt at skifta. Serliga seinna hálvleik í seinna dystinum stóð hon seg væl. Jórun Ludvig Hevði heiðurin av at vera føroyskur liðskipari, við tveimum solidum avrikum staðfesti hon eisini rætt sín til sessin. Royndi alla tíðina at stuðla liðfeløgunum, og við einari rúgvu av yrvigongdum av veinginum, var hon eisini við til at gera føroyska álopsspælið meira fjølbroytt. Katrin á Neystabø slapp at royna seg á bæði bakkinum og veinginum, men tað tóktist sjónligt, at hon treivst betri á veinginum. Í fyrra dystinum var tað serliga í verjupartinum, at hon kom væl frá uppgávu síni, meðan hon í nógv størri mun var við til at mynda føroyska álopsspælið í seinna dystinum. Jacklin Durhuus Fekk ikki afturvæl til seinna dystin, tá venjarin hevði valt heldur at hava Ann Hansen við. Var annars í byrjanini millum fáu føroysku leikararnar, sum tordu at taka initiativ, men avslutningar hennara vóru sjáldan nóg neyvir. Simona Hansen Uttan at teljast millum tær mest støðugu á vøllinum, so átti Simona sín lut í avrikunum teir báðar dystirnar. Tykist at hava tikið seg fram tekniskt, síðani í fjør, men ein kundi í størri mun ynskt at sæð hana sum skothóttan. Tað hevur hon áður prógvað, at hon væl er før fyri. Annika Thomsen Hóast rørslur hennara við hvørt tykist heldur óstortligar, so er eingin ivi um, at hondbóltsevnini eru av teimum heilt frægu. Serliga eru tað skot hennara, sum eru ein hóttan, og hetta prógvaði hon eisini beinan vegin, tá hon kom á vøllin í fyrra dystinum. Eins og hjá Simonu hevði tó verið ynskiligt, um hóttanin við skotum úti frá var størri. Joan M. Joensen Royndi seg bæði sum spælskipari og vongur, og kom heilt væl frá hesum báðum uppgávum. Kvika fótskiftið hevði við sær, at hon alla tíðina var før fyri at hótta mótstøðuverjuna, og so var hon eisini ein av fáu føroysku leikarunum, sum megnaði at skjóta úti frá. Taldist samanlagt millum bestu føroysku leikararnar. Gunnleyg Berg Strikuspælarin, sum til dagliga spælir í Íslandi, var næsta val til plássið, og var tað tí avmarkað, hvussu nógv hon fekk gjørt um seg. Tá hon var á vøllinum sýndi Gunnleyg tó stóran stríðsvilja, og ikki minst í verjupartinum kom hetta heni til góðar. Sóleyð Mikkelsen Var tað nakar føroysku leikari, sum av álvara skaraði framúr, so mundi tað vera Sóleyð Mikkelsen. So stórur var leiklutur hennara, at fyrri dysturin kundi fingið eina øðrvísi gongd, um hon hevði verið við alla tíðina. Tóktist fullkomuliga ósmæðin, tá tað ráddi um at bjóða mótstøðuni av, og í seinna dystinum var talan um einstakar deteljur, sum fingu áskoðarafjøldina at heiðra henni við lógvabrestum. Var harumframt einasti leikarin, sum megnaði at skora upp á brotskast, og sýnir hetta eisini, hvussu væl hon megnaði at taka ímóti stóru avbjóðingini. Christina Holm Var fyrsta val til strikuplássið, og hon takkaði fyri álitið við at fremja eitt av betru føroysku avrikunum. Bæði í verju- og álopsspælinum taldist hon millum týdnignarmestu føroysku leikararnar, og ikki minst var tað imponerandi, hvussu væl hon stóð seg kropsliga móti vælvaksnu svensku strikuni. Gurið Mortensen Spældi bæði á bakkinum og á miðplássinum, og einki er at ivast í, at føroyskur hondbóltur í framtíðini kemur at fáa stóra gleði av evnum hennara. Toktist í byrjanini av fyrsta dystinum nógv darvað av nervum, men eins og við restini av viðleikarunum gjørdist smædni alt minni, so hvørt sum talið av minuttum hækkaði. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Nervarnir vóru burtur Føroyska liðið reisti seg rættiliga sunnudagin, og í nógv størri mun enn fríggjadagin noyddust svensku genturnar hesa ferð at stríðast fyri sigrinum Svøríki-Føroyar 29-22 (14-9) Landsdystur Havnafólkini, sum fóru niðan á Háls sunnudagin at hyggja at landsliðshondbólti mundu vera eitt sindur í iva um, hvat tey skuldu vænta frá føroyska liðnum. Úrslitaliga var dysturin í Klaksvík einki serligt, men sum skiltist á venjara og leikarum, so var avriki tó ikki heilt av eini leið. Tað gjørdist tó skjótt greitt, at her fór talan ikki at verða um ein dyst av sama slag, sum tann í Klaksvík. Føroysku genturnar vóru nevnliga skjótar avstað, og áðrenn svenska liðið rættiliga var raknað við, høvdu okkara lagt seg á odda. Við hjálp av einum góðum liðavriki, skynsomum spæli og eisini einstaklingaavrikum megnaðu okkara eisini at halda fast um leiðsluna stóran part av fyrra hálvleiki. Góða gongdin stóð við fram til hálvleikurin var á leið hálvrunnin. Okkara vóru tá framman fyri 8-6, men júst um hetta mundi snaraði dysturin til fyrimuns fyri sviar. Tær vunnu seg upp á hálvleiksstøðuna 14-9, og í roynd og veru var tað hendan løtan, sum avgjørdi dystin. Onkur kundi kanska verið bangin fyri, at hetta fór at viðføra, at seinni hálvleikur fór at verða álíkur tí fyrra í Klaksvík, har okkara ongantíð fingu eitt bein til jørðina. Móti endanum av fyrra hálvleiki tóktist tað eisini, sum um okkara aftur hesu ferð gjørdi tað mistak, at tær gjørdu ov skjótt av í álopsspælinum, soleiðis at tær svensku fingu fleiri alt ov løtt mál. Alt hetta tóktist tó at vera rættað, tá frið varð undir seinna hálvleik. Við eini sera væl spælandi Sóleyð Mikkelsen á odda, helt føroyska liðið framhaldandi fast um mótstøðuliðið. Helena hevði kanska ikki verið so ógvuliga stinn í fyrra hálvleiki, men nú gav eisini at bíta hjá henni. Esiini vóru nú fleiri aðrar á liðnum, sum veruliga byrjaðu at gera vart við seg ,soleiðis at samlaða liðavrikið eisini lyftist eitt gott petti. Kanska eitt sindur óreint kundi man sagt, at tað, at Åse Eriksson ikki var við í seinna dystinum, gjørdi uppgávuna hjá svenska liðnum heldur lættari. Kanska er nakað um hetta, tí hon er sjálvandi ein týðandi leikari. Hinvegin er einki at ivast í, at tað føroyska avrikið var á nógv hægri støði sunnudagin. Sterkari í sinninum Samanborið við fyrra dystin liðanna millum, so má sigast, at tað var sera hugaligt at síggja framgongdina á føroyska liðnum. Sjálvsagt ber ikki til at venja somikið nógv eitt vikuskifti, at framgongdin skal síggjast frá hesum, men hinvegin man talan heldur hava verið um, at føroysku genturnar vóru betri fyri sinniliga, tá tær fóru á vøllin til seinna dystin. Sum tær sjálvar høvdu greitt frá undan dystinum, so vistu tær lítið og einki um Svøríki undan uppgerðunum, og tí kann tað hava verið ein skelkur hjá teimum, tá dysturin skuldi leikast. Serliga tí svenska liðið tóktist væl fyri kropsliga. Harfturat høvdu tær í fyrra dystinum upllivað tað sannroynd, at tað kunnu verða langar løtur uttan mál. Ongantíð gjørdust løturnar so langar í seinna dystinum, og hetta eiga tær færoysku allan rós uppibornan fyri. Orsøkin til hetta var nevnliga fyrst og fremst, at tað ikki í sama mun kom ræðsla á liðið. Royndirnar koma Alt hetta er sjálvsagt eisini nakað, sum fer at koma so við og við, so hvørt sum leikararnir á liðnum fáa fleiri altjóða royndir. Tað ber neyvan til at meta týdningin av royndum nóg høgt. Hesar viðføra, at leikararnir nógv betri eru førar fyri at standa ímóti teimum bakkøstum, sum altíð fara at koma. Eisini hevur hetta meira ella minni prógvað fyri leikarunum, hvat tað er, sum krevst fyri at standa seg í slíkum dystum. Tíski er bert eftir hjá okkum at vóna, at talan her bert var um byrjanina til eitt langt tíðarskeið innan føroyskan hondbólt, har vit stútt og støðugt taka lut í altjóða kappingum. Verður hetta so, er eingin sum helst ivi um, at tað verður hondbóltinum her á landi til frama. Dysturin í tølum Málskjúttar: Svøríki: Therese Horttana 6, Katarina Arvidsson 5 (2), Anna Ljungdahl 3, Linda Nilsson 3, Theresa Claesson 3, Åsa Lundmark 3, Madeleine Olsson 2, Helena Andersson 2 (1), Veronica Isaksson 1, Jennie Florin 1. Føroyar: Sóleyð Mikkelsen 12 (7), Joan Midjord Joensen 4, Katrin á Neystabø 2, Guðrið Mortensen 2, Gunnleyg Berg 1, Christina Holm 1. Ávaringar: Svøríki 2, Føroyar 3 Útvísingar: Svøríki 3, Føroyar 6 Áskoðarar: umleið 300. Dómarar úr Hollandi: Ferry van der Helm & Keys Wiebrands Carl Eli Nolsøe Samuelsen - jakup@sosialurin.fo Formaður javnt ímóti stórmeistara Kollfirðingar hava heili tveir stórmeistarar á teirra styrkilista, danin Henrik Danielsen og sviin Tiger H. Persson. Hesin seinri var við á liðnum í útsetta dystinum ímóti klaksvíkingum leygardagin, men megnaði tó ikki at vinna á formanni talvsambandsins, Rana Nolsøe. Í heili 100 leikum royndi Tiger at vinna. Talv: Ótrúliga javnt er í oddinum í fyrstu deild í ár. Bert hálvtriðja stig er ímillum fremsta og aftasta lið. Útsetti dysturin frá fyrsta umfari, KTF-KT, endaði við sannførandi sigri til klaksvíkingar. Rani hevði svarta fólkið ímóti GM Tiger H. Persson, har Tiger kom betri frá byrjanini. Rani fekk avviklað støðuna til púra javnt, men Tiger treiskaðist, og ikki fyrren hundrað leikir vórðu leiktir mátti hann taka til takkar við javnleiki. Eitt óvanliga gott úrslit hjá Rana. Dysturin endaði 3-1 til klaksvíkingar. Steintór Rasmussen og Hans K. Simonsen leiktu somuleiðis javnleik, meðan Tummas M. Anthoniussen og Ingolf Gaard vunnu á ávíkavist Bernhardi Thomsen og Grettir Djurhuus. Sigurin førkaði klaksvíkingar upp á eitt deilt triðja pláss undan triðja umfar sum bleiv leikt sunnudagin. John Rødgaard gjørdi somuleiðis bart Í kollafirði hittust kollfirðingar og vestmenningar. Dysturin endaði við 2,5-1,5 sigri til heimaliðið. Ei heldur hesaferð eydnaðist tað hjá Tiger at vinna. Yvir av honum sat nevnliga John Rødgaard, og hesin fekk hegnisliga hála javnleikin heim. Tiger hevur sostatt ikki havt eitt serliga eydnuríkt vikuskifti við bert tveimum javnleikum. Á øðrum borði hjá vestmenningum vann Torbjørn Thomsen á gamla liðfelagnum Hans Kristian Simonsen. Torbjørn hevur síðani skiftið til Vestmanna Talvfelag vunni øll síni trý talv á øðrum borði. Gongur væl hjá fremru borðunum hjá VT, so kann ikki sigast tað sama um triðja- og fjórða borð. John Jacobsen er ikki veruliga komin í gongd enn, og sunnudagin tapti hann ímóti Bernhard Thomsen. Kári Durhuus tapti somuleiðis á fjórða borði ímóti Grettir Djurhuus. Sjálvt um Tiger ikki hevur vunnið enn við kollfirðingum, so liggja teir á odda saman við hvalvíkingum. Luitjen Apol við aftur Í Havn varð toppdystur ímillum havnarliðið og liðið úr Hvalvík-Streymi, TFS. Havnarmenn hødvu enn ikki megnað at vunnið ein dyst, men hinvegin høvdu teir ikki tapt nakran undan hesum dysti. Einki broyttist tí, tá teir fingu 2-2 ímóti hvalvíkingum. Herluf Hansen hevur ikki fingið eina hepna byrja í ár. Hann tapti á fyrsta borði ímóti Martin Brekká. Martin fekk beinanvegin betri støðu og vann trygt. Unga stjørnuskotið Olaf Berg, fekk sína roynd tá hann á øðrum borði møtti Finnbjørn Zachariassen. Talvið varð sera rótut, Olaf hevði kanska munin, men javnleikur bleiv at enda úrslitið. Fyrrverandi føroyameistarnir, Andrias Ziska og Luitjen Apol, mannaðu triðja- og fjórða borð høvuðstaðarliðnum. Andrias telvaði væl ímóti Sámal Christiansen, og hevði nærum vunna støðu tá Sámal kom í tíðarneyð, og tískil vann Andrias lætt. Luitjen og Gunnar Joensen leiktu javnt á fjórða borði. Úrslitið ber í sær, at hvalvíkingar framvegis eru í toppinum. Tíðin reyk Í Klaksvík komu sandavágsmenn á vitjan. Dysturin endaði óvæntað 2-2. Rani sum dagin áðrenn hevði fingið javnt ímóti Tiger, hevði hesaferð Torkil Nielsen sum mótstøðumann. Rani fekk góða støðu, men kom í svára tíðarneyð. Beint sum leikur fjøruti skuldi flytast fall pinnurin hjá Rana, og Torkil vann sostatt talvið uppá tíð. Steintór vann sikkurt ímóti Bernhard Augustinussen á øðrum borði, meðan Tummas M. Anthoniussen enn einaferð vann. Hann vann á Hera Christoffersen. Bróðir Torkil, Sonni Nielsen, vann eitt fløkjasligt talv á fjórða borði ímóti Ingolf Gaard. Eitt skuffandi úrslit hjá klaksvíkingum, har teir høvdu møguleikan at koma á ovastu rók undan jólasteðgin. Fjórða umfar verður telva tann 6. januar í tí nýggja árinum. 2. deild Í aðru deild liggur HT 2 trygt á odda. Teir vunnu tepran sigur ímóti gøtumonnum, og hava nú lagt seg tvey stig á odda. Runavíkingar við Ólavi Simonsen á odda, taptu fyri toftamonnum. Veteranurin Helgi Joensen átti at vunnið ímóti Ólavi, men Ólavur fekk stríðst seg til javnt. Eitt gott úrslit hjá Helga. Landsliðsleikarin í fótbólti Øssur Joensen dugir annað enn at brúka beinini; hann vann nevnliga sítt talv á triðja borði ímóti Brandur Jacobsen. HT 2 liggur klárt á odda, men hitt liði úr Havnini, HT 3 er í longu nú í trupulleikum. Teir taptu heili 3-1 ímóti KTF 2, og liggja nú púra einsamallir í botinum. Í 3. deild stendur kappingin millum tvey lið, VT2 og HT4, har vestmenningar føra við hálvum stigi. FIDE HM Í skrivandi løtu er 3. umfar í Knock-Out HM í gongd. Mannagongdin er at telvað verða tvey talv, og vinnarin av hesum dysti fer síðani víðari, meðan taparin fer heim. Undantikið Kramnik og Kasparov, so luttaka Anand og allir hinir sterku stórmeistarnir. Vinnarin av 3rd Tórshavn International Alexander Grischuk hevur yvirraskað við at koma víðari til 3. umfar. Ponomariov bleiv hinvegin longu í fyrsta umfari útsligin av vietnamesara, sum John Arni Nilssen megnaði javnleik ímóti í Talvolympiaduni herfyri. FIDE heimsmeistaraheitið verður telvað í New Delhi, India, og finalumførini verða flutt til Teheran, Iran. Fylgjast kann við á http://wcc2000.fide.com. Óli P. Útvorpið Útvarpið hevur í seinastuni havt trupulleikar við at koma í gongd um morgunin Mikudagur 6. des. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Ane Læsø farin Mánakvøldið stutt fyri midnátt fór Ane Læsø úr Klaksvík og setti kós aftur ímóti Danmark Avloysaraskipið fyri Dúgvuna hevur farnu vikurnar røkt siglingina millum Klaksvík og Fuglafjørð, men nú er leigusáttmálin útgingin. Tí fer Smyril at gera túrar millum Klaksvík og Havnina hesa vikuna. Onkrir túrar verða eisini gjørdir millum Klaksvík og Fuglafjørð. Umframt Smyril siglir gamla Ternan eftir ferðaætlanini hjá Dúgvuni millum Klaksvík og Lorvík. Strandferðslan ætlaði, at Dúgvan skuldi verða klár at taka siglingina uppaftur, nú Ane Læse gavst at sigla, men nú roknar Strandferðslan við, at Dúgvan kann fara í sigling aftur fríggjadagin. Tá er næstan ein mánaði liðin, síðani hol kom á Dúgvuna í Lorvík. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Fuglberg til fiskiskap í januar Nýggja rækjuskipið hjá JFK Prawns skiftir navn frá Polar Nanoq til Fuglberg Nýggja rækjuskipið hjá JFK Prawns skal eftir ætlan til fiskiskap fyrst í komandi ári. Hetta veit Norðlýsið at siga í seinastu útgávuni. Blaðið sigur, at skipið skiftir navn frá Polar Nanoq til Fuglberg og fær frámerki KG 135. Í løtuni er rækjuskipið til umbyggingar og yvirhálingar á skipasmiðju í Fredericia. Roknað verður við, at skipið kemur til Klaksvíkar til jóla. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Maður útideyður í Nólsoy Mánakvøldið komu fólk í Nólsoy fram á lívleysan mann, sum lá mitt í bygdini. Boð vóru send eftir hjálp úr Havn, men einki var at gera. Maðurin, sum var 62 ára gamal, var deyður. Tá fólk verða funnin deyð soleiðis, kannar løgreglan altíð, um nakað óvanligt er áfatt. Hetta verður gjørt fyri at staðfesta, um deyðsorsøkin er natúrlig. Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at einki bendir á, at deyðsorsøkin ikki er natúrlig. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Tilboðini kunnu vera misvísandi Leiðslan á Strandferðsluni sigur, at royndirnar av at bjóða út størri umvælingararbeiði stundum eru vánaligar Tað er fleiri ferðir komið fyri, at alt ov lág tilboð verða latin fyri at fáa umvælingararbeiði hjá Strandferðsluni. Hetta sigur leiðslan á Strandfaraskipum Landsins, sum í gjár almannagjørdi eitt skriv um útbjóðingar hjá Strandferðsluni. Reidar Nónfjall, stjóri, og Magnus Magnussen, tekniskur leiðari, hava orðað skrivið, sum er gjørt eftir at kjak hevur verið um ymisk umvælingararbeiði hjá Strandferðsluni. Teir siga, at royndirnar av at bjóða út umvælingararbeiði hjá Strandferðsluni eru ymiskar og ikki bara góðar. Nógv dýrari Leiðslan á Strandferðsluni tekur fram dømi um umvæling av Másanum, sum varð gjørt í 1998. Tilboðið upp á arbeiðið var 300.000 krónur, men tá arbeiðið var liðugt, ljóðaði rokningin upp á 1,2 milliónir. Tað er ógjørligt at gera eina kostnaðarmeting og geva bindandi tilboð upp á størri arbeiði, og serliga ikki um talan er um eldri skip, siga Reidar Nónfjall og Magnus Magnussen í skrivinum. Másin er eitt dømi um, at tað í fleiri førðum verða senda ov lág tilboð fyri at fáa arbeiði. Ella er tað heilt einfalt ikki gjørligt at geva tilboð, uttan at alt verður tikið sundir, so at týðuliga sæst, hvat tað er, sum tilboð verður givið uppá. Ógrundað ónøgd Leiðslan á Strandferðsluni heldur, at ónøgdin við Strandferðsluna, tá talan er um umvælingararbeiði, er ógrundað. Viðurskiftini í Føroyum gera, at stundum er lítil kapping, tí feløgini eru fá, og øll hava til dømis ikki somu møguleikar at taka skip upp. Reidar Nónfjall og Magnus Magnussen siga, at ætlanin við teirra skrivi er at koma við einum ískoyti til kjakið um útbjóðingar og umvælingararbeiði hjá Strandferðsluni. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Tveir løgmanssynir í bygdaráðið Tað verða fimm mannfólk, sum fara at manna nýggja bygdaráðið á Viðareiði. Seinast vóru tvær kvinnur valdar Tveir av nýggju limunum í bygdaráðnum á Viðareiði hava Kallsberg til eftirnavn. Hans Jákup og Kári Kallsberg eru báðir synir hjá løgmanni, Annfinni Kallsberg, og teir báðir vera næstu fýra árini tveir av teimum tilsamans fimm limunum í bygdaráðnum. Tríggir listar vóru til bygdaráðsvalið á Viðareiði, har 206 fólk høvdu valrætt. Av teimum vóru 174 - tað eru 85 prosent - á vali. Tey kosnu Á lista A var bygdaráðsformaðurin farnu árini, Jógvan Nybo, sum fekk nógv flestu atkvøðurnar á valinum. Hann fekk 62 atkvøður, sum er 40 atkvøður fleiri enn næsti maðurin á valinum. Umframt Jógvan Nybo varð eisini Lyder Sørensen valdur á lista A. Á lista B var ein maður valdur. Tað var Árni Absalonsen, sum fekk 16 atkvøður. Á lista C vóru teir báðir Hans Jákup og Kári Kallsberg valdir. Teir fingu ávíkavist 19 og 22 atkvøður. Av gamla bygdaráðnum, er tað bara Jógvan Nybo, sum heldur fram. Allir hinir fýra eru nýggir. Einki konufólk Í gamla bygdaráðnum vóru tvær kvinnur valdar, men hesaferð eru tað bara menn, sum eru valdir. 12 av teimum 27 valevnunum hesaferð vóru kvinnur, men eingin teirra varð vald í bygdráðið. Tann kvinnan, sum fekk flest atkvøður, fekk tríggjar krossar í sín posa. Nýggja bygdaráðið hevur ikki skipað seg enn. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Royndin hjá Karsten Hansen miseydnaðist Uppskotið, sum hann týsdagin legði fyri manningarfeløgini um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við Brimli, verður ikki góðtikið Tað er framvegis ongin loysn í eygsjón í trætuni um lønina hjá teimum, sum skulu manna nýggja vaktarskipið, Brimil. Týsdagin varð annars ein roynd gjørd afturat at fáa semju ímillum Fíggjarmálastýrið øðrumegin og tey bæði yvirmannafeløgini, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið hinumegin, um ein nýggjan sáttmála fyri yvirmenninar á Brimli. Tann royndin endaði við, at Fíggjarmálastýrið legði eitt uppskot fyri partarnar, sum teir síðani skuldi sova uppá. Sambært tíðindunum í útvarpinum týskvøldið, skuldi fundur aftur verða ímillum partarnar í dag, har Fíggjarmálastýrið væntaði at fáa svar frá manningarfeløgunum, antin tey góðtóiku uppskotið, ella ikki. Men hvørki Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, ella Finnleif Guttesen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, kenna nakað sum helst til, at fundur skal vera í dag. Tað er ongin avtala um fund í dag, siga teir báðir. Og tað er eisini longu nú greitt, at eisini hendan seinasta royndin hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, at fáa semju um Brimil, er miseydnað. Vit góðtaka ikki uppskotið og tær fær Fíggjarmálastýrið formlig boð um sigur Ellintur Abrahamsen. Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum vildi ikki siga nakað um málið í gjáramorgunin, tí hann vildi fyrst kunna hinar nevndarlimirnar í Maskinmeistarafelagnum. Men tað skiltist á honum, at tað eru lítlar vónir fyri, at Maskinmeistarafelagið góðtók hetta seinasta uppskotið frá Fíggjarmálastýrinum. Hugurin til at góðtaka uppskotið er onki serligur, sigur Finnleif Guttesen. Hann sigur, at Maksinmeistarafelagið sær onki endamál í at verða raktir av verkbannið og so at góðtaka eina semju, sum gevur nakrar hundrað krónur meiri um mánaðin. Hann sigur tó, at tað seinasta uppskotið hjá Fíggjarmálastýrinum er væl frægari enn nakrar hundrað krónur um mánaðin. Tað er eisini frægari enn tey fyrstu tilboðini vóru. Men kortini eru tey ov langt frá okkara krøvum, leggur hann afturat. Men nakað krónutal, ella nakað prosent, vil hann ikki nevna. Finnleif Guttesen sigur kortini, at einaferð skal ein loysn finnast. Men nær tað verður, er ein heilt onnur søga. Ellintur Abrahamsen sigur, at Fíggjarmálastýrið hevur bjóðað eina lø.narhækking uppá runt roknað 19,5%. Men av teimum skulu 15 % leggjast í eina eftirlønarskipan, so at bara 4,5% eru verulig lønarhækking. Og tað er ongin ivi um, at hetta uppskotið verður blankt afturvíst. Men samstundis er skjýtur Fíggjarmálastyrið upp, at vit skulu gerast tænastumenn. Tvs, at ætlanin er at taka verrkfalsrættin frá okkum, tí tænastumenn kunnu ikki fara í verkfall, og tað kunnu vit heldur ikki góðtaka. Ellintur Abrahamsen sigur, at uppskotið frá Fíggjarmálastýrinum er so torskilt, at tað er ikki búgvið at taka srøðu til. Vit hava tí sagt, at vit kunnu taka tað heim við at kanna nærri fyri at vita, um okkurt var í tí, sum vit ikki høvdu varnast í fyrstu syftu. Men tað er framvegis ongin ivi um, at tað verður afturvíst. Ellintur Abrahamsen sigur, at uppskotið frá Fíggjarmálastýrinum var frægari hesuferð, enn tey hava verið. Men tað gongur verri enn so okkara krøvum á møti. Formaðurin í Navigatørfelagnum sigur, at hann dugir ikki at síggja, hví yvirmenninir á Brimli skulu hava verri løn enn teir, sum sigla við donsku verjuskipunum undir Føroyum. Tí hava vit kravt eina endaløn til skiparan uppá góð 35.000 krónur, tá ið eftirlønin er uppi í, og tað er áleið tað sama, sum skiparin á danska verjuskipinum undir Føroyum, fær. Í løtuni er endalønin ikki meiri enn góðar 23.000 krónur. Hann vísir eisini á, lønin hjá yvirmonnunum er heilt afturútsigld hesi seinastu árini. Í 1977 var skiparalønin hjá teimum, sum sigla við Vaktar & Bjargingartænastuni 50% hægri enn dekkaralønin. Nú er hon bara 23% hægri. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Hava gjørt semju um borgarstjóran á Tvøroyri Tað verður Finnleif Guttesen úr sambandsflokkinum, sum verður nýggjur borgarstjóri á Tvøroyri Tað er nú greitt, at tað verður Finnleif Guttesen, sum verður borgarstjóri á Tvøroyri í næsta valskeiði. Tað eru teir tríggir flokkarnir, sum mynda býráðssamgonguna á Tvøroyri, nú blivnir samdir um. Sostatt hevur nðggja býráðssamgongan tikið boðini frá kommunuala eftirlitinum hjá Landsstðrinum til eftirtektar. Tað eru teir tríggir býráðslimirnir fyri javnaðarflokkin, sum skipa nýggju býráðssamgonuna á Tvøroyri, saman við Finnleif Guttesen úr Sambandsflokkinum og Kristin Michelsen úr uttanflokkalistanum. Í andstøðu sita Bergur Bærendsen og Dan Nielsen, sum nú er borgarstjóri, teir báðir eru valdir á samgongulistanum. Annars var tað ætlanin, at tað skuldu verða tveir bðýráðsformenn á Tvøroyri tað næsta valskeiðið. Eftir drúgvar samgongusamráðingar, samdist partarnir um, at Finnleif Guttesen skuldi vera borgarstjóri tey bæðu fyrru árini í valskeiðnum , men at Kristin Michelsen tá skuldi taka yvir tey bæði seinnu árini. Men tá ið hendan avtalan kom fram, gjørdi kommunala eftirlitið vart við, at tað bar ikki til at gera slíkar avtalur, tí tað stendur í Kommunulógini, at borgarstjóri og varaborgarstjóri eru valdir fyri alt valskeiðið og at tað ikki ber til at skifta borgarstjóra í valskeiðnum Lógfrøðingar, sum býráðssamgongan hjá bðráðnum hevur spurt, eru komnir til somu niðurstøðu. Tað vóru tey, sum stúrdu fyri, at hetta fór at spilla alt spælið hjá nýggju býráðssamgonguni á Tvøroyri, tí tað skiltist, at tað stórð nógv á, at fáa semju yvirhøvur. Men tað gekk kortini sum smurt at semjast av nýggjum. Bæði Sverri Midjord, sum er fyrst valdur býráðslimur á Tvøroyri og Finnleif Guttesne, sum verður borgarstjóri, vátta, at samgongan hevur gjørt nýggja avtalu. Og eftir henni, verður Finnleif Guttesen borgarstjóri á Tvøroyri. Aftir ætlan, skuldi býráðið á Tvøroyri skipa seg í gjárkvøldið, ella í dag. LISA víðkar um virksemið Tíðindaskriv Listafólkasamband Føroya - LISA - hevur nú skrivstovu í Skansastovu í Djóna í Geilsgøtu 1. Loksins hevur LISA møguleika fyri at veita limum, myndugleikum og sjálvandi eisini øðrum ta tænastu, vit leingi hava ynskt okkum. Ætlanin er at skrivstovan hjá LISA skal virka sum ein samskiftismiðstøð fyri listafólkafeløgini. Harumframt hava vit eisini møguleika fyri at savna tilfar og upplýsingar á einum stað, soleiðis at tað ber til at venda sær til LISA fyri at frætta nærri um, hvat ið fyriferst á listafólkaøkinum. LISA er eisini á netinum og á heimasíðuni, sum enn er í gerð, er ætlanin at leggja tilfar út, sum hevur almennan áhuga. Heimasíðan hevur hesa adressuna: www.lisa.fo og teldupostadressan er henda lisa@lisa.fo Skrivstovan er opin, soleiðis at støkk-ast kann inn á gólvið hvønn hósdag frá kl. 14.000 til 20.00. Annars er altíð til at koma í samband við LISA um telefonijna og avtala aðra tíð. LISA er meginfelagið hjá listafólkafeløgunum í Føroyum og skrivarin hevur tað dagliga virksemið hjá LISA um hond. LISA fær stuðul frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum til skrivaran. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Brimil gjørdist ein dýr skomm Tað kostaði Føroya Sjómansskúla eina knappa hálva millión at senda næmingar til Danmarkar at sigla, tí Brimil ikki slapp at loysa. Tað er meira, enn yvirmenninir krevja í lønarhækkan í eitt heilt ár. Ein vanærilig skomm, siga fakfelagsformenninir At Sjómansskúlin noyddist at senda næmingarnar til Danmarkar at sigla í heyst kostaði meira, enn kravið um lønarhækkan til yvirmenninar á Brimli kostar í eitt heilt ár. Føroya Sjómansskúli noyddist at biða Fíggjarnevndina um eina eykajáttan upp á 471.000,- krónur fyri at næmingarnir skuldu fá kravdu siglingina í samband við undirvísingina, sigur Dánjal Johan Poulsen, stjóri á Føroya Sjómansskúla. Hetta komst av, at Sjómansskúlin hevði roknað við, at næmingarnir skuldu við Brimli. Men hann liggur svínabundin í Noreg, og tí varð neyðugt at leiga skip, sum lá í Esbjerg, og senda allar næmingarnar til Danmarkar. Um semja hevði verið fingin millum fakfeløgini og Fíggjarmálastýrið, hevði hesin trupulleikin ikki verið, og tann hálva milliónin hevði verið spard. Brimil er útgjørdur við skúlastovu við øllum tí, sum til slíka undirvísing hoyrir, júst fyri at sjómansskúlanæmingarnir skulu kunna brúka skipið í undirvísingini. Har er øll nautisk útgerð, sum krevst og finst, og tað kostar heldur ikki einki. Dánjal Johan Poulsen ásannar, at tað var ein strika í rokningini hjá skúlanum bæði so og so, at Brimil ikki kom. Ikki bara hendan eykajátanin, men eisini tað, at siglingin fall nógv seinni enn ætlað og tí kom í so nær próvtøkuni. Hann leggur tó dent á, at seinkingin ikki hevur ávirkað próvtøkuna kortini. Dýrari enn yvirmenninir Men við tí er ikki øll søgan søgd. Grundin til, at Brimil liggur, er jú tann, at Fíggjarmálastýrið og fakfeløgini, sum vara av manningini á skipinum, ikki kunnu semjast um lønarkrøvini. Feløgini hava sett síni krøv, sum myndugleikarnir vísa aftur við teirri grundgeving, at tey kosta ov nógv. Samstundis verður latin eykajáttan til sjómansskúlanæmingar, sum koma í neyð av júst hesi fastlæstu støðuni, sum er í minsta lagið 26.000,- krónur hægri, enn krøvini um lønarhækkan til yvirmenninar eru í eitt heilt ár. Og tá verður roknað við endaløn til allar navigatørarnar. Bæði skipara og stýrimenn. Hetta tí, at ikki bar til, áðrenn blaðið fór til prentingar, at fáa nágreiniligu innplaseringarnar hjá yvirmonnunum. Sambært upplýsingum frá Fíggjarmálastýrinum, krevja navigatørar og maskinmenn eina lønarhækkan, sum á endaløn við pensión fer at kosta 445.000,- krónur árliga. Tað eru 26.000,- krónur minni enn Sjómansskúlin fekk í eykajáttan. Í hesi upphæd er, sum sagt ikki tikin hædd fyri persónligum innplaseringum hjá teimum einstøku yvirmonnunum, men bert roknað við hægstu endaløn. Tað vil siga, at munurin ivaleyst er størri. Hinvegin skal so eisini sigast, at eisini dekkararnir hava sett síni lønarkrøv, sum ikki hevur borið til at fingið upplýst enn. Til tess eru tær samráðingarnar komnar ov stutt, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, sum umboðar dekkarar og kokkar. Skomm Bæði Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, og Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, siga, at føroyskir myndugleikar hava gjørt sær so vanæriliga fyri skommum uttanlands av hesum málinum. Men tað, sum teir eru eina mest argir um, er at landsstýrismaðurin arbeiðir við einihvørjari ætlan um at loysa alt málið við at gera alla manningina til tænastumenn. Tað minnir ein heilan hóp um tann skýmaskotspolitikk, landsstýrismaðurin við fíggjarmálum rak beint eftir seinasta starvsmannaverkfallið, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum. Og hann er púra samdur við Ellinti Abrahamsen, tá hesin sigur, at tað skal koma at standa rættiliga nógv á, áðrenn tað verður loysnin, bara at smoyggja eitt tænastumannheiti yvir manningarnar. Gunnleivur Dalsgarð sigur, at alt hetta málið vísir bara, hvussu lítið skil fyrisitingin hevur fyri tí, hesir menninir gera. Tað eru sanniliga ikki stuttleikatúrar, eitt bjargingarskip ger. Hann vísir í hesum sambandi á tað, sum júst hendi í Norðsjónum, har danskt bjargingarskip misti ein mann, tá teir í ódnarveðri bjargaðu eini týskari skipsmanning. Og hann fer at halla til ta áskoðan, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum, sum ein maður, hann tosaði við um dagarnar, hevði. Hesin maðurin segði bart út, at Føroyar - bæði politiskt og fyrisitingarliga - verða stýrdar av einum flokki av glaðum amatørum. Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Ternan royndartúr Arbeiðið við at skifta maskinurnar í Ternuni er komið so mikið áleiðis, at sett verður í gongd í dag Gongur alt væl, kann Ternan vera aftur í sigling kanska einaferð í næstu viku. Arbeiðið við at skifta maskinurnar er liðugt, og sett verður í gongd í dag. Tá er bæði ísetan av maskinum, el-installatiónir og hvat nú er at gera liðugt. Spennandi verður so at vita, hvussu tað fer at roynast, sigur Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strandfaraskipum Landsins. Tað kann altíð okkurt smávegis vera at rætta uppá. Men tekniski stjórin væntar, at tað ganga bara nakrir heilt fáir dagar, til Ternan er aftur í regluligari sigling. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt djúpt lágtrýst, 957 hPa. vestan fyri Írland fer í útnyrðing. Lágtrýstið sunnan fyri Ísland stendur mestsum í stað, og lýggj luft rekur framvegis sunnaneftir móti Føroyum. Veðrið í dag: Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi og yvirhøvur turt, men mjørki í støðum. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið hósdagin: Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og regn eitt skifti, annars sólglottar. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið fríggjadagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og seinnapartin regn. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Leygarnáttina hvassur vindur av eystri og samregn. Seinni minni vindur av landsynningi og sirm av og á. Hitin millum 6 og 10 stig. Í gjár: Eitt djúpt lágtrýst, 957 hPa. vestan fyri Írland fer í útnyrðing. Í dag: Lágtrýstið sunnan fyri Ísland stendur mestsum í stað, og lýggj luft rekur framvegis sunnaneftir móti Føroyum. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo 7,6 milliónir eyka til landsstýrið Karsten Hansen hevur biðið løgtingið samtykkja eykafíggjarlóg, sum økir útreiðslurnar við 7,6 milliónum. Talan er um pengar, sum fíggjarnevndin hjá løgtinginum longu hevur játtað til mál, sum hava skund Tað størsta útreiðslan í eykafíggjarlógini fyri 2000 er 4,3 milliónir krónur, sum fíggjarnevndin játtaði eftir skriðulopini í heyst. Tað hevði skund at játta peningin, so bøtast kundi um vegakervið, og tí samtykti fíggjarnevndin eitt fíggjarnevndarskjal uppá 4,3 milliónir krónur. Men hóast fíggjarnevndin longu hevur játtað peningin eina ferð, so ásetir stýrisskipanarlógin, at øll fíggjarnevndarskjøl skulu leggjast fyri løgtingið í einari eykafíggjarlóg áðrenn 31. desember. Løgtingið skal samtykkja allar eykajáttanir, sum fíggjarnevndin frammanundan hevur játtað. Talan er um seks eykajáttanir. Tann næstsørsta er 1,4 milliónir krónur, sum fíggjarnevndin játtaði til at leiga avloysaraskip fyri Dúgvuna, sum tók botn í Leirvík. Harumframt hevur fíggjarnevndin játtað einum organdonori 100.000 krónur í endurgjaldi fyri lønarmiss. Ein yvirlækni á Suðuroyrar sjúkrahúsi hevur fingið 992.000 krónur í endurgjaldi fyri mist vaktargjald. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna hevur hækkað lønarkarmin 327.000 krónur, og tann síðsta eykajáttanin fór til Føroya sjómanskúla, sum skuldi brúka 471.000 krónur til at leiga eitt skip til siglingarvenjing hjá næmingunum. Talan er um 7.590.000 krónur tilsamans, og løgtingið viðgjørdi málið fyrstu ferð á tingfundinum seinnapartin í gjár. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Pensjónir undantiknar ALS-gjaldi Fyritíðarpensjónistar og fólk, sum fáa tænastumannaeftirløn skulu ikki gjalda arbeiðsloysisskipanini pengar av pensjónini, tey fáa Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, Bjarni Djurholm, hevur skotið upp at broyta lógina um ALS og arbeiðsávísingina, so ávísir bólkar sleppa undan at gjalda pengar í arbeiðsloysisskipanina. Talan er um tey, sum fáa hægstu fyritíðarpensjón, tey sum eru yvir 60 ár og fáa miðal fyritíðarpensjón og so tey, sum fáa tænastumannaeftirløn. Tey, sum fáa uppihalds- og barnapengar skulu heldur ikki gjalda í skipanina av hesum pengunum. Sum lógin verður umsitin í dag, so gjalda hesi fólkini ikki til skipanina, men kærunevndin hjá ALS hevur tikið avgerð um, at gjald eigur at verða kravt av hesum inntøkunum. ALS heldur tað kortini ikki vera rætt, at hesi, sum fáa pensjón og aðrar inntøkur, skulu gjalda í skipanina, tí tey eru ikki á arbeiðsmarknaðinum og hava sostatt heldur ikki møguleika at fáa ágóða av arbeiðsloysisskipanini. Tað er ímóti prinsippinum í arbeiðsloysisskipanini, at fólk gjalda í skipanina, sum ikki hava rætt til útgjald úr skipanini. Lógarbroytingin skal tryggja, at so verður í framtíðini. Lógarbroytingin fer at kosta ALS umleið 750.000 krónur í mistum inntøkum. Pensjónistar og onnur varðveita umleið 375.000 krónur, sum tey annars skuldu havt goldið í skipanina, vinnan sparir umleið 275.000 krónur, og landið og kommunur umleið 100.000 krónur tilsamans, um broytingin verður samtykt. Og at meta eftir 1. viðgerð av uppskotinum, so er líkt til, at stórur meiriluti er í løgtinignum fyri at broyta lógina. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Formaður Lærarafelagsins: Vit hava fingið dygga álitisváttan Á eykaaðalfundi um vikuskiftið varð broytingaruppskot hjá nevndini í Lærarafelagnum í sambandi við samlagstryggingina samtykt. Uppskotið hjá yngru lærarunum fall, men teir hava ikki ætlanir um at lata hetta fara afturvið borðinum Samlagstryggingin Stefan í Skorini Við greiðum meiriluta varð samtykt, at ískoytiseftirlønin ikki skal avtakast. Broytingaruppskotið hjá nevnd felagsins var, at teir limir, sum eru yngri enn 35 ár, bara skulu gjalda helvtina av samlaða ingjaldinum um mánaðin. Broytingin hevur við sær, at munurin millum samlaða inngjaldið hjá teimum yngru og teimum eldru minkar. Yngru lærararnir skutu upp, at avtaka ískoytiseftirlønina heilt, men uppskotið fall. Álitisváttan Á aðalfundinum 17. juli í ár varð tað einmælt samtykt at dagføra og broyta samlagstryggingina, men síðan tað hava fleiri lærarar víst sína ónøgd við hesa skipan. Teir vilja eisini vera við, at kunningin ikki var nóg góð á hesum fundi. Yngru lærararnir vístu á, at teir skulu gjalda nógv meira enn teir eldru, men fáa hóast tað eins útgjald, sum er 100.000 krónur, tá teir røkka til eftirlønaraldri. Hesin mismunur førdi til, at undirskriftir vórðu savnaðar og kallað varð inn til eykaaðalfund, har yngru lærararnir mæltu til, at ískoytiseftirlønin varð avtikin. Hetta vann tó ikki frama. Vit føla, at vit í nevndini hava fingið eina dygga álitisváttan á eykaaðalfundinum. Hitt uppskotið fall við eitt brak, og vit eru komin styrkt burturúr hesum her, sigur Elsa Birgitta Petersen, formaður í Lærarafelagnum. Tað gleðir meg, at meirilutin av limunum í felagnum seta solidaritetin í hásæti í røttum fakfelagsanda, sigur Elsa Birgitta Petersen. Við broytingaruppskotinum vildu vit rætta hondina fram móti teimum yngru limunum, tí vit vilja gjarna hava, at teir vera verandi í samlagstryggingini og í felagnum. Vit royndu at finna eina semju, sigur Elsa Birgitta. Elsa Birgitta Petersen sigur eisini, at eitt av málum felagsins er, at liviumstøðurnar skulu ikki versna munandi, hóast limir felagsins fara frá við eftirløn. Við hesi skipanini eru tey í felagnum komin nærri málinum, metir hon. Fer ikki afturvið borðinum Magnus Tausen var ein av teimum yngru lærarunum, sum hevur verið sera ónøgdur við verandi ískoytiseftirløn í samlagstryggingini. Hann vísti á eykaaðalfundinum á, at "ískoytiseftirlønin gongur í okkara føri ímóti øllum teimum grundsjónarmiðum, tryggingin byggir á". Hann segði eisini í røðu sínari, at tað, sum yngru lærararnir gjalda inn, als ikki stendur mát við tað, teir fáa útaftur við 67 ára aldur. Meðan eldru lærararnir rættiliga gera kubbið. Bólkurin hjá Magnusi er ikki nøgdur við broytingaruppskotið, hóast nevndin royndi at bøta um støðuna. Lutfallið millum eldri og yngri lærarar er framvegis skeivt. Vit hava enn limir, sum næstan einki hava goldið, men fáa hóast tað 100.000 krónur, tá teir gerast 67, meðan vit yngru skulu gjalda í fleiri ár og fáa somu upphædd, sigur Magnus. Magnus er eitt sindur vónbrotin av, at ikki fleiri av teimum yngru lærarunum møttu upp til fundin. Hann sigur, at "hetta er ein stór last hjá okkum". Eg meti, at tað er kreppa í felagnum, tí tað er givið, at tað er ikki so gott, sum tað burdi verið. Tryggingarskipanin hevur býtt limirnar í tey yngri og tey eldru, sigur Magnus Tausen. Hetta gongur ikki aftur við borðinum. Aðalfundur verður aftur um hálvt ár, og eg ivist ikki í, at okkurt verður á skránni aftur tá, leggur Magnus afturat. Elsa Birgitta Petersen sigur at enda, at allar avgerðir verða tiknar á aðalfundunum, og tí er tað alneyðugt, at limirnir møta upp á teimum fundunum, um teir vilja hava ávirkan. John Johannessen - john@sosialurin.fo Samgongan fær stóra undirtøku Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin høvdu verið stóru vinnararnir, var val í dag. Sambandsflokkurin hevði eisini fingið gott útslit, meðan Javnaðarflokkurin og serliga Sjálvstýrisflokkurin høvdu havt afturgongd Teir báðir stóru samgonguflokkarnir, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin fáa dygga undirtøku í nýggjastu veljarakanningini, sum Dimmalætting almannakunngjørdi í gjár. Tilsamans høvdu hesir báðir flokkarnir fingið 48,4 prosent av samlaðu atkvøðunum. Og verður triði samgonguflokkurin taldur við, hevði núverandi samgonga fingið 52,2 prosent av samlaðu atkvøðunum og sostatt meiriluta á tingi. Orrustan onga ávirkan Besta úrslitið fær Tjóðveldisflokkurin. Nýggjasta kanngingin gevur honum heili 26,0 prosent av samlaðu atkvøðunum. Í næstseinastu kanningini, sum varð gjørd fyri einari viku síðani, fekk Tjóðveldisflokkurin 25,3 prosent. Sostatt er talan um eina framgongd fyri Tjóðveldisflokkin á 0,7 prosent seinastu tvær vikurnar, hóast orrustuna, sum stóðst av, at ein av landsstýrismonnum tjóðveldisfloksins alment nýtti ókvæmisorð um løgmann og síðani segði ósatt í almennum tíðindaskrivi. Høgni Hoydal segði við Dimmalætting í gjár, at hann var ikki sørt ovfarin av hesum góða úrsliti. Hann heldur, at kanningin sýnir, at fólk hava álit á, at Tjóðveldisflokkurin ætlar sær at gjøgnumføra fullveldisætlanina, hóast hann hevur gjørt sjálvmál, sum betur vóru ógjørd. Betur enn valið Fólkaflokkurin fær vanliga ikki tey bestu úrslitini til veljarakanningar. Hetta er eisini komið til sjóndar í teimum kanningunum, sum eru gjørdar síðani seinasta val. Men í hesari nýggjastu kanningini er úrslitið hjá Fólkaflokkinum betur enn við valið í 1998. Valið gav Fólkaflokkinum 21,3 prosent, meðan nýggjasta veljarakanningin gevur flokkinum 22,4 prosent av atkvøðunum. Í kanningini, sum varð gjørd fyri fjúrtan døgum síðani, fekk Fólkaflokkurin 19,2 prosent. Sostatt er talan um eina framgongd á 3,2 prosent seinastu tvær vikurnar. Hetta er ein ógvuliga stór framgongd, serliga tá hugsað verður um, at Fólkaflokkurin vanliga ikki góð úrslit í veljarakanningum. Men møguliga er orsøkin til framgongdina tann, at løgmaður, sum persónliga fær ógvuliga stóra undirtøku frá veljarunum, hevur staðið ógvuliga sterkur og hildið upp á sítt, meðan órógv hevur verið í samgonguni seinastu tíðina. Anfinn Kallsberg velur tó at taka nýggjastu veljarakanningina við ógvuliga stórum fyrivarni. Draga hvør sín veg Sambandsflokkurin er í nýggjastu veljarakanningini næststørsti flokkur. Hann fær 22,8 prosent av atkvøðunum og 8 tingmenn. Við valið í 1998 fekk Sambandsflokkurin 18 prosent og 6 tingmenn. Sostatt er talan um eina stóra framgongd. Eina framgongd á 2,8 prosent í atkvøðubýtinum og eina framgongd á tveir tingmenn í tingmannatalinum. Beint øvugt gongur tað hjá hinum stjóra andstøðuflokkinum, Javnaðarflokkinum. Kanngingin gevur Javnaðarflokkinum 21,0 prosent av atkvøðunum. Hetta er ein afturgongd á 0,9 prosent samanborið við valið í 1998 og ein afturgongd á 1,2 prosent samanborið við kanningina fyri tveimum vikum síðani. Tann kanningin gav Javnaðarflokkinum 22,2 prosent. Polarisering Góðu úrslitini hjá Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum á øðrum veinginum í sjálvstýrisspuringinum og Sambandsflokkinum á hinum veinginum í sjálvstýrisspuringinum eru helst tekin um áhaldandi polarisering í hesum máli. Hetta sæst eisini aftur í úrslitunum hjá ávikavist Sjálvstýrisflokkinum og Javnaðarflokkinum, sum hava ein heldur hovligari stig fyri stig politikk í sjálvstýrisspurninginum. Hesin báðir flokkarnir eru teir, sum hava havt størstu jøvnu aftugongdina seinastu veljarakanningarnar. Tó er at siga, at Javnaðarflokkurin fekk heili 23,7 prosent í veljarakanningini í juni í ár samanborið við 21,9 prosent til valið. Men hesar báðar seinastu veljarakanningarar hevur talan verið um stóra afturgongd, hóast flokkurin sambært veljarakanningini varðveitir allar 7 tingsessirnar. GRÁUR KASSI: Søgu- og samfelagsdeildin hevur gjørt veljarakanningina í sambandi við eina próvtøkuuppgávu. Næmingarnir ringdu seinasta hósdag og fríggjadag til umleið 900 fólk og fingu svar frá 623 fólkum. Næmingarnir hava valt tilvildarligt út eftir telefonbóknini og biðið um at sleppa at tosa við tann í húsinum, sum seinast hevði føðingardag. GRÁÐUR KASSI: Veljarakanningin Løgtingsvalið juni 2000 16. nov. 4. des. A 21,3 15,5 19,2 22,4 B 18,0 26,7 23,3 22,8 C 21,9 23,7 22,2 21,0 D 7,2 4,2 5,4 3,8 E 23,8 26,4 25,3 26,0 KrF 2,5 0 0,6 0,6 Miðfl. 4,1 3,5 3,2 3,4 Tingmannabýti Seinasta val kanning broyting A 8 7 -1 B 6 8 +2 C 7 7 0 D 2 1 -1 E 8 9 +1 KrF 0 0 0 Miðfl. 1 0 -1 John Johannessen - john@sosialurin.fo Hevði roknað við betri úrsliti Sjálvstýrisflokkurin er sambært nýggjast veljarakanningini einans 0,1 prosent oman fyri markið, ið krevst fyri at fáa umboðan á tingi Veljarakanningin, sum Dimmalætting almannakunngjørdi í gjár, gevur Sjálvstýrisflokkinum ein part á 3,8 prosent av samlaða atkvøðutalinum. Fyri at sleppa á ting krevst, at ein flokkur í minsta lagi fær 3,7 prosent av samlaða atkvøðutalinum. Tískil liggur Sjálvstýrisflokkurin ógvuliga tætt við at dumpa, um løgtingsval varð skrivað út nú. Harafturat misti Sjálvstýrisflokkurin eisini sítt umboð í Tórshavnar býrað eftir kommunuvalið. Hetta heldur Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin vera løgi, nú samgongan hevur tikið politikkin hjá Sjálvstýrisflokkinum til sín í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna. Eg hevði roknað við, at veljararnir fóru at løna okkum betur, fyri at vit nú hava fingið restina av samgonguni at taka undir við okkara politikki á sjálvstýrisøkinum, og at vit harafturat hava megnað at skapt frið á Landssjúkrahúsinum og lagt grundarlag undir eina nýggja pensjónsskipan, sigur Helena Dam á Neystabø. Men samstundis vísir Helena Dam á Neystabø á, at Sjálvstýrisflokkurin fekk eina undirtøku á 5,4 prosent til veljarakanningina, sum varð gjørd fyri tveimum vikum síðani. Eg rokni við, at hetta hongur saman við, at smáir flokkar hava ilt við at sláa ígjøgnum í veljarakanningum, sigur Helena Dam á Neystabø, sum nú í størri mun fer at leggja seg eftir at fáa boðskapin hjá flokkinum fram. Henning Nicodemussen Malan Marnersdóttir vart doktararitgerð Fitt av fólki, harímillum fleiri føroysk lesandi, høvdu leitað sær inn í eitt nýbygt auditorium á lærda háskúlanum í Århus fríggjadagin, tá bókmentafrøðingurin og rektarin á Fróðskaparsetrinum Malan Marnersdóttir vardi føroysku doktararitgerð sína Rúnar Reistrup, Århus Hatta var ein fruktagóð verja fyri mítt viðkomandi. Eg fekk nógvar góðar afturmeldingar og nógv góð hugskot til at arbeiða víðari við. Soleiðis segði Malan Marnersdóttir, bókmentafrøðingur, eftir at hava sitið meira enn fýra tímar í brennideplinum og vart doktararitgerð sína á lærda háskúlanum í Århus fríggjadagin. Ritgerðin, sum Føroya Fróðskaparfelag gav út sum bók 20. oktober í ár undir heitinum "Hvør av øðrum - samanseting, frásøgn og millumtekstleiki í føroyskari skaldsøgu eftir 1970" er úrslit av átta ára langum arbeiði hjá nýklækta doktaranum. Fyrireikingararbeiðið byrjaði tá eg í 1992 fekk stuðul frá Humanistisk Forskningsfond. Tá ferðaist eg í nakrar mánaðir í millum annað í Danmarkar og Noregi, har eg gjørdi uppsøkjandi arbeiði og var til fyrilestrar, meðan eg so líðandi fann fram til, hvat eg skuldi leggja dent á í komandi ritgerðini. Spríkir úr 8 skaldsøgum Doktararitgerðin hjá Maluni Marnersdóttir tekur útgangsstøði í átta føroyskum skaldsøgum, ið hava tað til felags, at tær eru skrivaðar eftir 1970. Í ritgerðini verða gongdin og frásagnarviðurskiftini greinað, og harumframt verður hugt at tí, sum kallað verður millumtekstleiki í teimum átta skaldsøgunum. Hetta seinasta er ein kanning av, hvussu søgur og temu ganga aftur og so at siga "arvast" frá einum bókmentaverki til eitt annað Malan valdi at skriva doktararitgerðina á føroyskum, hóast tað ikki vóru føroyingar, ið skuldu meta hana. Hetta er bert aðru ferð at ein doktararitgerð er skrivað á føroyskum máli. Men eg havi ikki hoyrt nakað um at tað hevur elvt til trupulleikar, at eg skrivaði ritgerðina á føroyskum. Fólk í eru køn í norrønum duga eisini at lesa føroyskt, sigur Malan Marnersdóttir. Opponenternir við doktaraverjuna vóru Idar Stegane professari við lærda húskúlan í Bergen og Rolf Reitan lektari við lærda háskúlan í Århus, og teir var Malan Marnersdóttir væl nøgd við. Í einum so umfatandi verki sum einari doktararitgerð, so eru tað altíð okkurt, sum man er farin lættari um enn man kanska burdi, men hinvegin ber tað jú ikki til at ganga allar vegir ísenn. Teir høvdu fleiri góðar viðmerkingar um hvussu hetta og hatta kundi verið gjørt øðrvísi, og eg haldi meg hava fingið nógv burturúr, segði Malan Marnersdóttir eftir at hava vart ritgerðina. Hvat nú Eftir at sjálv ritgerðin bleiv liðug fyrr í ár, hevur bókmentafrøðingurin brúkt tíðina til at fyrireika seg til at verja hana. Fyrireikingin hevur millum annað verið at kaga enn einaferð í tær átta skaldsøgurnar og uppfríska teoretiska kunnleikan. Fríggjadagin klokkan hálvgum seks var so alt knapliga liðugt. Tað kennist løgið, men tann stóra reaktiónin er ikki komin enn haldi eg. Hon kemur helst ikki fyrr enn eg fari til Føroya aftur, segði Malan Marnersdóttir, sum valdi at vera verandi í Århus í nakrar dagar og taka sær av løttum eftir at hava vart ritgerðina. Eg havi hoyrt at tann kenslan sum man fær tá arbeiðið nú knappliga er liðugt kann samanberast við at detta niður í eitt stórt svart hol, so nú fáa vit at síggja um tað eisini fer at henda fyri meg. Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya fer tó ikki heim til ein tóman kalendara, tí hon hevur longu aðrar verkætlanir í gongd. Millum annað arbeiðir hon saman við øðrum fram ímóti at gera eina samlaða føroyska bókmentasøgu. NØVN Í VIKUNI Marius Absalonsen 90 ár Marius Absalonsen í Vági fylti 90 ár 1. desember. Marius er slektaður av Viðareiði. Hann hevði 9 systkin, men bert átta ára gamal misti hann pápan og tveir brøður. Hetta merkti allan uppvøksturin. Eftir vanlukkuna flutti Marius til farbróður sín á Heygum. Lívsstarv sítt hevði Marius á sjónum. 13 ára gamal gjørdist hann útróðrarmaður, og 15 ára gamal fór hann til skips. Seinni fór hann uppá skúla, og fyrst í tríatiárunum fór hann á sjómansskúla í Danmark. Konu síni, Fridu, møtti Marius tá hann sigldi úti, og hon var arbeiðskona í Keypmannahavn. Frida doyði í fjør eftir drúgva sjúkralegu. Marius sigldi krígsárini, og í bókini "Teir bóru boð í bý", sum hann gav út í 1980, greiðir hann m.a. frá síni hættisligastu vandaferð: Hann var skipari á dampskipinum Sildberanum, og teir lógu beint norðan fyri Skagen á veg til Føroya, tá Danmark varð hersett av týskarum tann 9. apríl 1940. Eitt minubeltið varð lagt út í Skagerak, og fleiri skip fórust av minum tann dagin. Eisini hoyrdu teir eitt sjóslag stutt hagani teir vóru. Marius greiðir í bókini frá at hann helt skipsráð - t. e. at hann læt manningina taka avgerðina, tí "eg helt ikki at eg einsamallur hevði rætt til at taka avgerð fyri allar í hesum føri", sum hann sigur í bókini. Manningin avgjørdi at halda leiðina til Føroya - ígjøgnum minubeltið. Marius helt fram at sigla eisini eftir kríggið, men seinni gjørdist hann heimamaður, og starvaðist m.a. sum vrakari. Marius og Frida fingu seks børn. Honum hevur dámað væl at fingist við seyð, og til fyri fáum árum síðani hevði hann sína dagligu gongd "norðuri í Dal" í Vági, har familjan eigur eina trøð. Men Marius livir framvegis við sítt fríska lív, bæði til likams og sálar. So seint sum í summar sást hann standa við pensli og hampa sær húsini. Marius hevur altíð verið gudrøkin maður, og hann hevur verði virkin innan brøðrasamkomuna síðani hann var ungur drongur. Hann hevur verið ein av høvuðsstuðlunum í Bethel í Vági í eitt mannaminni, og hevur skrivað fleiri kristilig smárit. Hann hevur eisini yrkt sálmar, og onkur teirra verður nógv sungin í brøðrasamkomuni. Hóast einkjumaður og høgan aldur er Marius Absalonsen bjartskygdari og lættari í huga enn tey flestu. Hetta sinnalag hevur eisini samband við gudstrúnna, og verður kanska best lýst í einum av hansara egnu sálmum: Góði Gud, eg takki tær fyri heimið uppi har, sum tú okkum nú í náði gert í stand. synd og sorg er ikki meir, eingin eldist eingin doyr. Eingin døpur mynd skal myrkja lívsins land. 60 ár Fríggjadagin 1. december fylti Johild Joensen á Oyri 60 ár. Johild er fødd á Eiði og giftist í 1962 til Oyrar við Christiani Joensen. Tey eiga fimm børn. Jógvan, Lis, Allan, Unn og Marnu. Christian var í nógv á skipari á skipunum hjá O C Joensen, Poppy og Norðheim, sum hava fiskað skeljar til Skeljavirkið. Johild hevur eisini havt nakað við skeljar at gera. Hon arbeiðir vanliga á Skeljavirkinum, ta tíðina arbeiði er har. Tað hevur hon gjørt nú í 20 ár. Annars er hon heima, har hon eisini hevur ríkiligt at taka í. Bóndahús er, og tað, sum har til hoyrir krevur sítt. Nú hevur sonurin fest, men ikki hevur Johild slept øllum soleiðis kortini. Væl dámar henni náttúruna. Og tað eru ikki bara seyður, dunnur og gæs. Nei, blómurnar eru tað, henni dámar serliga væl. Og hóast ivaleyst er at taka í, fær hon kortini tíð til frítíðarítriv. Fyrst og fremst er tað handarbeiðið heima, henni dámar væl. Situr mangan við stokkum ella nál og tráði, sum nú kanska serliga tey sjey ommubørnini njóta gott av. Ikki tí. Tað er tó ikki bara heima, hon trívur í handarbeiðið. Hon gongur eisini í kvøldskúla fyri at kunna seg meira um tað handaliga. Men eisini aðrastaðni brúkar hon sína frítíð. Soleiðis er hon nevndarlimur í ungmannafelagnum í sóknini, Eydnuni. Og í nevndini fyri sjómanskvinnuringin hevur hon eisini sitið. Spyrjið Sosialin - spyr@sosialurin.fo TIT SPYRJA VIT SVARA Spurnarkassin tit spyrja vit svara Hvønn mikudag í Sosialinum Spurningar kunnu senda til: Sosialin postsmogu 76 110 Tórshavn fax. 314720 ella teldupost: spyr@sosialurin.fo Minnist til at merkja, hvørjum tit seta spurningin. Málfrøðingurin Í 1998 gav Føroya Fróðskaparfelag út frálíku Móðurmálsorðabókina, sum er eitt ógvuliga hent amboð hjá skrivandi fólki og føroyingum annars. Bókin er síðani vorðin teldutøk, og av tí sama er tað vorðið lætt hjá fólki at sláa upp orð við telduni í eini handavend, meðan tey sita og skriva. Orðabókin er tó bert teldutøk til PC-teldur, ið koyra við stýriskipanini Windows. Eg sjálvur skrivi nógv í mínum dagliga yrki og brúki MAC-teldu við stýriskipanini MAC OS. Til hesa skipan kann orðabókin ikki nýtast. Avleiðingin av hesum er, at eg ofta lati vera við at sláa orð upp, tí tað tekur ov drúgva tíð at sláa smálutir upp í pappírsútgávuni. Havandi í huga, at øll bløð, flestu lýsingarstovur og bókaprentsmiðjur nýta MAC-skipanina, kundi eg hugsað mær at spurt málfrøðingin, um tað ikki hevði verið eitt hugskot, um Fróðskaparfelagið eisini gjørdi frálíku orðabókina teldutøka til MAC-brúkarar. Grundin til at Føroysk orðabók ella Móðurmálsorðabókin bert er gjørd teldutøk til Windows man vera, at Fróðskaparfelagið ikki hevur hildið tað loysa seg at gera hana tøka til aðrar skipanir, tí nærum øll brúka Windows. Men tað eru kortini fleiri, ið brúka MAC-skipanir, og ikki minst, sum nevnt í spurninginum, innan yrki, har orðabøkur verða brúktar dagliga, og av og á spyrja fólk eisini, um orðabókin er tøk til MAC. Og sjálvandi hevur tað stóran týdning, at tað er høgligt hjá fjølmiðlafólki at brúka eina móðurmálsorðabók. Tað er eitt sera gott hugskot at gera Móðurmálsorðabókina tøka hjá teimum, sum brúka MAC. Tað er sjálvandi ein tekniskur og kanska eisini ein peningaligur spurningur, men vónandi heldur Fróðskaparfelagið eisini hugskotið vera gott. (Áheitan er send nevndini í felagnum.) Løgreglan Ymsastaðni síggjast skelti, ið vísa, at parkeringsforboð er. Tað sýnist, at summi ikki virða hesi skelti - t.d í Kinabrekkuni og við Velbastaðvegin, ið sum kunnugt er Ringvegur. Har standa so at siga altíð bilar parkeraðir - sum oftast teir somu. Hetta er til stóran ampa fyri ferðsluna, tí at har sum teir standa er bara eitt, kanska hálvtannað vegspor tøkt til ferðslu, og so leingi tað er talan um persónbilar sum møtast, ja so gongur tað at møtast, men møtir man einum bussi ella lastbili, ja so má annar steðga fyri at lova hinum framvið. Hetta er sera óheppið - serliga, tá ið man hugsar um at talan er um høvuðsvegir, har ferðslan annars skuldi gingið væl! Mín spurningur er: Hví ger løgreglan onki við hesar bilar/førara, tit vita óivað um trupulleikan. Hevði tað ikki verið uppá sítt pláss, at hesir fingu parkeringsbót fyri at standa parkeraðir har, sum bert loyvt er at steðga í 3 min. Vit hava eina effektiva ferðslupatrulju, ið m.a. hevur eftirlit við ólógliga parkeraðum bilum. Ferðslupatruljan er við jøvnum millumbilum á umrødda staði og gevur teim bilum, sum standa har parkeringsavgjald. Tí er tað er ikki heilt beint, sum spyrjarin førir fram, at politiið einki ger. Um vit gera nóg mikið er altíð ein meting, tí onnur økir innan ferðsluna skulu eisini røkjast. Ferðslutrygd Nú eru rundkoyringar so nýggjar í Føroyum. Tá ið eg komi av bygd til Havnar, eri eg heilt í villareiði, tá ið eg skal inn í royndkoyringarnar, tí eg veit ikki, hvørjar reglurnar eru. At tað koma fleiri og fleiri rundkoyringar, eiga vit at fegnast um. Øll hagtøl vísa, at har, sum rundkoyringar verða gjørdar, fækkast óhappini í stórum. Høvuðsorsøkin er uttan iva, at rundkoyringarnar gera, at ferðin á bilunum verður sett niður. Við lítlari ferð ber sum oftast til at steðga, áðrenn óhappið hendir, og í teimum førum, har illa vil til, og bilar t.d. stoyta saman, ja so er aloftast bara talan um materiellan skaða. Umframt at fáa ferðina niður, gera rundkoyringar eisini ferðsluumhvørvið einfaldari. Í vanligum vegakrossi skalt tú hugsa um bilar, sum koma frá vinstru og høgru - og kanska aðrastaðni við. Í rundkoyring, hinvegin, skalt tú einans hugsa um bilar, sum koma frá einari síðu, nevniliga vinstru síðu. Reglurnar fyri koyring í rundkoyring eru einfaldar: Tá ið tú skalt inn í rundkoyringina, hevur tú "hávatenn" fyri tær. Tað merkir sjálvsagt, at tú skalt halda aftur fyri teimum bilum, sum eru í rundkoyringini. Tær nýtist tó ikki at bíða at fara inn í rundkoyringina tá eingin annar bilur er í henni. Tá ið tú metir, at tú nært at "flætta" teg inn í millum tveir bilar, uttan at teir noyðast at bremsa upp fyri tær, kanst tú koyra inn. Komin inn í rundkoyringina, er bara at koyra, bilarnir, sum ætla sær inn í rundkoyringina, hava víkiskyldu fyri tær. Tá ið tú skalt úr aftur rundkoyringini, skalt tú bara minnast til at blunka til høgru, eitt sindur áðrenn tú skalt sneiða út. So hóast tú kemur av bygd til Havnar, skalt tú ikki óttast rundkoyringarnar, tær eru nevniliga "brúkaravinarligar". Læknin Tey seinnu árini eru børn farin at drekka sera nógv sodavatn. Hvat árin kann tað fáa á tey, um tey drekka ov nógv sodavatn? Kjarnan í svarinum til hendan spurningin er hormonið insulin. Vanligt sodavatn inniheldur nógv sukur, ja, ein plagar at siga, at okkurt um 16 sukurmolar eru í einari 25 centiliturs fløsku. Sukurið verður í tarminum tikið inn í blóðrenslið, og sukurkoncentratiónin, eisini kallað blóðsukurið, hækkar. Hetta stimulerar aftur búkspýttkertilin (brisið ella pancreas) at producera insulin, sum verður sent inn í blóðrenslið, har tað ferðast runt í kroppinum og ávirkar nógv ymisk organ og ymsar processir - summar verða tarnaðar og aðrar stimuleraðar. Eg skal bert nevna tær, sum hava relevans í hesum høpinum. Ein av høvuðsuppgávunum hjá insulini er at fáa blóðsukurið niður og síðani at halda hetta innan eitt neyvt øki (3,5 < BS < 7 mmol/l). Tað fær sukurið burtur frá blóðrenslinum við at flyta tað inn í kyknurnar, har tað antin verður brúkt beinanvegin sum orka til kyknustoffskiftið ella tað verður bygt inn í depotir í livrini og vøddunum sum glycogen ella brúkt sum rámateriali til proteinsyntesuna (eggjahvítaevni), Tá hesar funktiónirnar eru mettaðar, finnur likamið ikki uppá at blaka yvirskotið av sukurinum burtur, men ger sukurið um til feitt, sum per volumen inniheldur meiri orku enn bæði kolhydrat og protein. So, drekka børnini nógv sodavatn, fitna tey, tá orkuinntøkan er størri enn orkunýtslan. Sosialráðgevin Ber til hjá einsamøllum uppihaldara at fáa fíggjarligan stuðul tá á stendur, um inntøkan er umleið 215.000 kr um árið? Um so er, hvar skalt tú venda tær? Vísandi til inntøkuna hjá spyrjaranum, tori eg at siga, at møguleikin fyri fíggjarligum stuðli er nærum ongin. Tó kann sigast, at møguleiki kann verða fyri at fáa hjálp til stakútreiðslur, men verður hetta gjørt útfrá eini heildarmeting av støðuni. Spyrjarin kann venda sær til økisdeildina hjá Almannastovuni har viðkomandi býr. Er fíggjarstøðan serliga trupul, og hetta gongur út yvir trivnaðin hjá børnunum, er møguleiki fyri, at venda sær til barnaverndarnevndina á staðnum, sum síðani sambært § 22 í barnaforsorgarlógini kann mæla Almannastovuni til at veita stuðul. Prestur Mær dámar væl at ganga í kirkju, men eg haldi prædikurnar mangan eru ov keðiligar og snúgva seg bara um júst tað, sum stendur í Bíbliuni. Áttu prestar ikki at tosað meira út frá dagsins samfelag og so heldur brúkt samanberingar ella myndir úr Bíbliuni? Bíblian og tað, sum har stendur, er Guðs orð, sum vit skulu hava størstu virðing fyri og viðfara sum slíkt. Tí skulu vit við Guðs hjálp fyrireika okkara prædiku væl og virðiliga, og harafturat nýta ein livandi og vakran málburð. Prædikan skal helst vera aktuel og viðkomandi. Jesus tók dømi úr gerandislívinum á staðnum, har hann prædikaði/lærdi. Hann tók dømi um markirnar, fiskiveiðina, peningaviðurskifti og órættindi. Alt hetta høvdu áhoyrararnir sæð og upplivað. Vit sum prædika eiga eisini at gera prædikuna viðkomandi. Vit eiga at byggja brúgv yvir tey tveytúsund árini, sum liggja millum okkum og prædikutekstin. Vit eiga stutt sagt at gera eina roynd at tulka tekstin inn í okkara samtíð. Onkur hevur sagt hetta soleiðis: Hav Bíbliuna í aðrari hondini, nýggjasta vikublaðið í hinari og minst til at siga Amen. Av pedagogiskum orsøkum eigur prædikan heldur ikki at vera ov long. Royna vit at vera aktuel - tað var Jesus eisini, so lurta fólk. Og dømi úr okkara gerandislívi kunnu kasta ljós yvir tað, sum Bíblian hevur at siga okkum. Lestrarvegleiðarin Viðv. S.I.T. Hvørjar møguleikar hevur man til víðari læru/lestur um man gongur 1 ár á el-deildini á S.I.T.? SIT merkir Støðisútbúgving innan tøkni og er býtt sundur í fyrru og seinnu støðiseind, sum tilsamans taka eitt ár. Í Klaksvík ber til at velja millum tvær linjur í seinnu støðiseind: tøknilinjuna og HT-linjuna. Tøknilinjan er fyri tey, sum ætla sær undir eina handverks- ella atstøðisútbúgving, meðan HT-linjan er fyri tey, sum ætla sær á HT. Aftaná SIT - t.v.s. bæði á el-deildini og hinum deildunum - hevur tú tríggjar møguleikar: 1. Tú kanst fara í læru sum handverkari og fáa góðskrivað ein part av skúlatíðini, av tí at tú hevur SIT frammanundan. 2. Tú kanst fara undir atstøðisútbúgvingina (teknikara), sum tekur 1 1/2 ár. 3. Tú kanst halda fram á HT-útbúgvingini, sum so tekur 2 ár afturat. Allir tríggir vegir aftaná SIT - handverkslæra, atstøðisútbúgving og HT - geva so aftur nýggjar møguleikar fyri víðari læru og lesturi. Í faldaranum Miðnámsútbúgvingar frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum ber til at lesa meira um SIT og møguleikarnar aftaná. Faldarin fæst við at ringja tlf. 355050 ella við at senda teldupost til umms@umms.fo Ólavur Hátún Jólaoratorium J. S.Bachs í Gøtu Kirkju og í Norðurlandahúsinum seinasta vikuskiftið Ólavur Hátún Kring allan heim hava stórfingnar tónleikaframførslur verið í sambandi við, at í ár eru 250 ár liðin, síðan tónaskaldið Johann Sebastian Bach andaðist. Eisini her í Føroyum hava slíkar merkiskonsertir verið, og seinasta vikuskiftið var høvi til at hoyra tað tónaverkið, sum um hetta mundið man vera á skránni hjá flestøllum framkom-num kirkju- og oratorii-kórum víða hvar: Jólaoratoriið hjá J.S.Bach. Tað var Havnarkórið, sum saman við føroyskum og íslendskum solistum og við tónleikarum úr Føroyum, Íslandi og Danmark framførdi hetta megnarverk leygardagin í Gøtu Kirkju og sunnudagin í Norðurlandahúsinum. Dirigentur var Jón Stefánsson, ivaleyst fremsti Bach-tulkari í Íslandi í dag, sum eisini føroysk kórfólk kenna væl frá kórstevnum her og kórvitjanum hendavegin. Tað kann tykjast løgið, at ein, sum sjálvur var við í framførsluni, fer at umtala konsertina aftaná; men tá nú blaðstjórin á Sosialinum vísir okkum tann áhuga, at hann biður um viðmerkingar, skal eg ikki bera meg undan. Tað var í 1734, at Bach setti sær fyri at skriva oratoriir til ársins stóru kirkjuhátíðir. Av hesum ber Jólaoratoriið av í sínum stórlæti og við sínum fagnaðardámi. Millum tónaskøld man J.S. Bach vera ein tann fjøllbroyttasti, sum megnaði at skapa dygdartónleik á øllum tátíðar tónaøkjum, tað veri sær kirkjuligt ella verðsligt, og í sínum skapanarvirki bæði fylgdi slóðaðum gøtum og vísti vegin langt fram í tíðina. Júst fyri nevnda tíðarbil hevði hann skrivað og framført fleiri stásisligar kantatur til ymisk hátíðarhøvi heima hjá kurfýrstanum í Sachsen, eins og hann eisini hevði skrivað slíkan heiðurstónleik eitt nú til kongshúsið í Póllandi. Hesi avrik komu eisini at seta dám á hansara kirkjuligu tónleikaskapan, og ikki minst í tí at taka úrvald brot burtur úr áður skrivaðum tónleiki og fella tey inn í nýskrivaðan tónleik sýndi Bach sítt meistarliga kynstur. Men yvir øllum, sum Bach, hin fimti evangelisturin sum hann verður nevndur, festi á blað, hvíldi merkisorðingin "soli Deo gloria", "Harranum eina heiðurin", og tað var tí ongin andsøgn í tí, at hann soleiðis burtur úr verðsligum fagnaðartónleiki førdi partar yvir í tónaverk, sum bóru móti tí himmalska. Jólaoratoriið er ikki eitt heildarverk so sum t.d. Mattheuspassiónin ella H-moll Messan, men er sett saman av seks kantatum at framføra fyrsta, annan og triðja jóladag, sunnudagin millum jól og nýggjár, nýggjársdag og trettandadag, sum í gamlar dagar var halgidagur. Oratoriiteksturin er jólaevangeliið, og rein og einfald ljóða hesi bíbliuorð gjøgnum alt verkið. Men støðugt skiftir tónabúnin alt eftir innihaldinum. Máttmiklir eru tuttisatsirnir við ljómandi kórsangi og fullsettum orkestri, har ikki minst trompetirnar og slagverkið seta dám á, tá ið nýføddi kongssonurin verður fagnaður. Varliga stuðlar continuospælið - cello og cembalo - upp undir frásøgnina hjá evangelistinum, blídliga rura helst strúkarar Jesusbarnið í blund, floytur og oboir fylgja hirðunum á markini, og bæði inniliga og fulltónandi fylgir kirkjuliðið við í frásøgnini um jólaundrið fyri nú júst 2000 árum síðan og tekur trúarjáttandi til orða í koralun-um, sálmaørindunum, innímillum. Upprunaliga framførsluætlanin við einari kantatu framførdari í sambandi við gudstænastuna áðurnevndu seks halgidagar verður mangastaðni hildin enn, eitt nú í Langholtskirkju í Reykjavík, har Jón Stefánsson er kantor; men meira vanligt er í einari konsertframførslu at halda seg til teir tríggjar jóladagspartarnar og so kanska at skoyta uppí onkran satsin úr seinni kantatum, so sum tað eisini varð gjørt hesaferð. Biðin um viðmerkingar kann eg, nú eg ikki sjálvur hevði leiðandi leiklut, geva mína sannføring til kennar, at vit hava alla orsøk til at vera glað um og nøgd við framførslurnar seinasta vikuskiftið. Gleðiligt var tað at kunna staðfesta, at Elsa Súsanna Dalsgaard støðugt mennist sum professionellur sangara. Berghild Poulsen, sum so hugtakandi greiddi sín romantiska solopart í Brahms Requiem seinasta summar, vísti til fulnar, at hon eins væl megnar at finna seg til rættis í barokka tónaheiminum hjá J.S. Bach, og í glæmum sluppu vit aftur at hoyra bjørtu og klokkureinu sopranrøddina hjá Sannu í Brekkunum. Fjálg og mergjað var bassrøddin hjá Bergþóri Pálsson, og tenorurin þorbjörn Rúnarsson var so framúrskarandi, at honum munnu standa allar dyr opnar sum evangelistur í oratoriiframførslum bæði burturi og heima. Væl hevði Jón eftir hesum fáu venjingum fingið samansjóðað orkestrið við tónleikarum so ymsastaðni frá. Uttan at vilja taka nakað frá nøkrum í hesum góða tónleikarabólki loyvi eg mær serliga at nevna konsertmeistaran Sámal Petersen og 1. trompetistin Ken Jones. Jón Stefánsson er ímyndin av einum kór- og orkesturleiðara, tá ið hann er bestur. Hann er sannførandi í sínari tónleikafatan, er greiður og dynamiskur í sínari leiðslu, og haraftrat er hann so vinsælur í sínari arbeiðsframferð. Undir hansara hondum royndist Havnarkórið sum rættiligt oratoriikór, ið saman við solistum, tónleikarum og dirigenti gjørdi hesar framførslur so ríkandi fyri bæði fremjandi og lurtandi, at tú kundi ynskt, at enn fleiri høvdu fingið lut í hesari tónleikauppliving. Ein sjónvarpsupptøka í teirri glæsiligu og føgru Gøtu Kirkju hevði uttan iva frøtt manga mannasál úti um landið um jólini, og hvørjum líkist tað, at útvarpið ikki setir upptøkutólini í gongd, tá slíkt tiltak fer av bakkastokki í grannahúsinum í Sortudíki? Jóannes Eidesgaard Soleiðis hugsaðu menn tá Í kjalarvørrninum av kjakinum eftir seinastu samráðingarnar millum Føroyar og Danmark er ivi sáddur um, um vit føroyingar eru ein tjóð (nation) ella kanska okkurt heilt annað. Jóannes Eidesgaard Í kjalarvørrninum av kjakinum eftir seinastu samráðingarnar millum Føroyar og Danmark er ivi sáddur um, um vit føroyingar eru ein tjóð (nation) ella kanska okkurt heilt annað. Ein ítøkilig fortreyt fyri tjóðarhugtakinum er sambært Hvítubók á síðu 102, hvussu vit føroyingar sjálvir uppfata okkum. Og tað er neyvan nakar ivi um, at vit føroyingar kenna okkum og altíð hava kent okkum sum eina tjóð. Og henda kensla kann ikki týnast av, at ein miseydnað samráðing hevur verið millum landsstýrið og stjórnina. Vit skylda okkara forfedrum, at vit halda fast um, at vit eru ein tjóð. Spurningurin, hvussu vit sjálvir uppfata okkum hongur neyvt saman við, hvussu vit ynskja, at aðrir skulu uppfata okkum. Tað krevur egnan stoltleika og ikki undirbrotligheit. Eg havi kagað í Folketingstidende fyri at síggja, hvussu teir gomlu politikkararnir hugsaðu um júst hetta evnið - eru vit ein tjóð ella ikki. Eg fari tí her at endurgeva brot burtur úr tí, sum Petur Mohr Dam, formaður Javnaðarfloksins og Torstein Petersen, formaður Fólkafloksins søgdu undir viðgerðini av Heimastýrislógini, sum nú til okkara stóru undran er komin aftur til heiðurs og æru. P. M. Dam: Torstein Petersen: Kanska kann hetta verða okkum ein læra um hugburð, tá samráðast skal um framtíðarstøðu Føroya. Men serliga ein læra fyri teir, sum sita hinumegin borðið. Stjórnin í Føroya Arbeiðarafelag Vinnumálastýrið roynir at skerja rættindini hjá fakfeløgunum Vinnumálastýrið roynir við nýggja uppskoti sínum til lóg um seming í sambandi við arbeiðsósemjur at skerja rættindini hjá fakfeløgunum og enntá ógilda lógirnar hjá fakfeløgunum. Vinnumálastýrið roynir við nýggja uppskoti sínum til lóg um seming í sambandi við arbeiðsósemjur at skerja rættindini hjá fakfeløgunum og enntá ógilda lógirnar hjá fakfeløgunum. Arne Poulsen, aðalstjóri í Vinnumálastýrinum hevur sent fakfeløgunum og øðrum feløgum uppskot til løgtingslóg um seming í arbeiðsósemjum. Hetta lógaruppskot er ein beinleiðis roynd at skerja aldagomlu rættindini hjá løntakarum at seta í verk arbeiðssteðg, umframt at Vinnumálastýrið tekur sær rættindi sum uttan iva eru í stríð við grundlógina, tá stýrið í uppskoti sínum leggur upp til, at partar av lógunum hjá fakfeløgunum skulu fara úr gildi í sambandi við møguliga innanhýsis atkvøðugreiðslu. Tað er ein beinleiðis háðan móti fakfel-øgunum, at Vinnumálastýrið í viðmerkingum sínum sigur, at meginreglan eru tær somu sum í galdandi lóg, tí hetta er beinleiðis í stríð við veruleikan. Her er talan um skipaðan ágang móti fakfeløgunum, at eg vóni, at fakfelagsrørslan stendur saman um at vísa aftur hesum lógaruppskoti. Semingsstovnurin skal eftir uppskotinum hava óavmarkaðar heimildir at útseta arbeiðssteðg. Vert er at bíta merki í, at sambært uppskotinum frá Vinnumálastýrinum, so skulu reglurnar í nýggju lógini vera soleiðis, at semingsmaðurin kann útseta møguligan arbeiðssteðg í 2 vikur í mun til núgaldandi skipan, har semingsmaðurin síðani galdandi lóg kom í gildi, bert hevur kunnað útsett møguligan arbeiðssteðg, nevniliga í grein 5 stk. 5, grein 6 stk. 4 og grein 6 stk. 5. Her er talan um ásetingar, sum í veruleikanum fara at gera tað ógjørligt hjá fakfeløgum at seta í verk arbeiðssteðg, tí semingsmaðurin kann nú brúka allar tríggjar ásetingarnar í lógini til at útseta arbeiðssteðgin. Her er talan um munandi víðkaðar heimildir í mun til galdandi lóg, og endamálið er uttan iva eittans, nevniliga at skerja fakfeløgini í teirra stríði fyri at bøta um lønar- og arbeiðskorini hjá limum felagsins. Tað er nógv fyri at síggja, at Vinnumálastýrið í viðmerkingum sínum til grein 6 sigur, at endamálið við ásetingunum er, at >>geva pørtunum meira tíð til samráðingar<<, tá tað er eyðsæð, at veruliga ætlanin er at skerja rættindini hjá fakfeløgunum. Semingsmaðurin kann útseta arbeiðssteðg uttan tíðaravmarking. Ikki bert mælir Vinnumálastýrið til at semingsmaðurin nú í fleiri førum skal kunna útseta møguligan arbeiðssteðg, men í uppskotinum til orðing av grein 6 stk. 4 vil Vinnumálastýrið í veruleikanum geva semingsmanninum heimild til at útseta møguligan arbeiðssteðg uttan nakra tíðarmarking yvirhøvur. Í nevnda uppskoti verður ásett, at semingsmaðurin ásetur - eftir at hava ráðført seg við partarnar - freistina fyri, nær partarnir skulu hava svarað einum semingsuppskoti. Síðani heldur Vinnumálastýrið áfram: >>Í hesum sambandinum kann semingsmaðurin avgera, at fráboðaður arbeiðssteðgur í fyrsta lagi kann setast í verk 3. dagin eftir, at partarnir hava svarað<<. Hetta merkir, at semingsmaðurin t.d. kann seta freistina hjá pørtunum at svara til ein ella tveir mánaðar, ja, kanska 6 mánaðar og sambært lógaruppskotinum skulu partarnir ikki fyrr enn 3. dagin eftir at partarnir hava svarað, hava heimild at seta í verk lýstan arbeiðssteðg. Tað er ikki ilt at ímynda sær, at arbeiðsgevaraparturin sjálvsagt ikki fer at svara fyrr enn freistin er við at vera úti, t.d. 1, 2 ella møguliga 6 mánaðir eftir, at semingsuppskot er lagt fram. Eftir lógaruppskotinum er tað fullkomuliga upp til semingsmennirnar, at avgera um nakar arbeiðssteðgur skal setast í verk ella ikki, og tí er tað beinleiðis ósatt, tá Vinnumálastýrið í viðmerkingum sínum m.a. sigur, at >>partarnir hava rætt at seta í verk tiltøk, verfall ella varkbann, um eingin sáttmáli fæst, sum partarnir kunnu góðtaka<<. Her er antin talan um óhoyrt lógarsjusk ella eina beinleiðis roynd at avtaka allan rætt hjá fakfeløgum at seta í verk arbeiðssteðg ella onnur tiltøk. Skal Vinnumálastýrið við lóg kunna seta úr gildi lógligar samtykta rlógir hjá fakfeløgum. Ikki bert leggur Vinnumálastýrið seg út í heilt grundleggjandi rættindi hjá fakfeløgum, men so ótrúligt tað kann ljóða, so hevur vinnumálastýrið eisini ætlanir um at seta úr gildi ávísar reglur í lógunum hjá fakfeløgunum. Í grein 8 stk. 3, 2. pkt. verður ásett: >>Ásetingar í viðtøkum v.m. um, hvussu einstaku limirnir á málførum fundi skulu greiða atkvøðu, hava ikki gildi<<. Hetta merkir, at tá talan er um møguligar atkvøður bæði um vanligt semingsuppskot og tá talan er um uratkvøðu, so vil Vinnumálastýrið við lóggávu áseta, at í slíkum førum fara reglurnar um, hvussu limirnir í fakfeløgunum skulu atkvøða úr gildi. Vit skulu her hava í huga, at talan er um beinleiðis uppílegging í lógir, sum limirnir í fakfeløgum á aðalfundi hava samtykt. Hetta uppskot avdúkar enn einaferð, hvussu lítla virðing sitandi samgonga hevur fyri vanliga borgaranum og serliga fakfelagsrørsluni, tí neyvan vildi nakar politikari sum hevur virðing fyri demokratiið okkara ditta sær at sett fram slíkt lógaruppskot. Endamál landsstýrisins Tað er vert at bíta merki í at aðalstjórin sum hevur sent út nevndarlógaruppskot er fyrrverandi skrivari í Føroya Arbeiðsgevarafelag, har hann í áravís var heitur talsmaður fyri bæði arbeiðsrætti og høvuðsavtalu. Av tí at fakfeløgini stóðu saman eydnaðist tað hvørki privata arbeiðsgevarafelagnum ella almenna arbeiðsgevaranum at fáa inn á føroyska arbeiðsmarknaðin høvuðsavtalur og arbeiðsrætt. Tað er eyðsæð, at tað sum Vinnumálastýrið nú roynir er í veruleikanum at føra inn á føroyska arbeiðsmarknaðin reglur, sum vit annars bert kenna frá júst høvuðsavtalum og lóggávu um arbeiðsrætt. Eitt av høvuðseyðkennunum í høvuðsavtalu er jú, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum bert við langum tíðarfreistum kunnu boða frá ætlaðum tiltøkum, men við lógaruppskoti sínum fer Vinnumálastýrið nógv longur, tí í veruleikanum vil hetta uppskot avtaka verkfalsrættin hjá fakfeløgunum. Eg fari tí staðiliga at heita á øll fakfeløg í Føroyum um harðliga at mótmæla nevnda lógaruppskoti og stríðast fyri, at føroyska fakfelagsrørslan kann varðveita tey rættindi sum eru grundarlagið undir teimum alsamt broyttu lønar- og arbeiðskorum, sum feløgini hava strevast fyri at tryggja limum sínum. Tórshavn, hin 01. desember 2000 Stjórnin í Føroya Arbeiðarafelag Ingeborg Vinther, Elias Hansen, Georg F. Hansen, Kári Jacobsen, Margretha Rasmussen, Marius Clementsen, Laila Zachariasen ODDAGREIN: Fleiri kvinnur upp í politikk Hóast umboð fyri serstakliga kvinnufeløg og felagsskapir ferð eftir ferð og serliga uppundir val til kommunustýri og løgting royna at fáa fleiri kvinnur við á listarnar, so gongst illa við at fáa mansdomineraðu listarnar at hýsa fleiri kvinnum. Hetta hevur nógv við gamla vanahugsan og traditión at gera. Samfelagið hevur ilt við at taka kvinnur í týðandi ráð, stýri og feløg, nú hesi nærum altíð hava verið ábyrgdarøki hjá monnum. At kvinnur eisini sjálvar hava gjørt ov lítið burtur úr at stuðla kvinnum hevur so eisini gjørt sítt til, at tað er so torført at broyta hetta ójavna og óhepna mynstur. Javnstøðulógin fer so at gera sítt til at bøta um hetta. Tað eru so tey, sum siga, at fyri at koma á ting, so skal tú ikki bara verða vald, tí tú er kvinna. Spurningurin er um ikki hesin hugsanarhátturin er vorðin avoldaður. Tí eitthvørt ting, sum tekur týðandi avgerðir um samfelagslig viðurskifti, um viðurskifti, sum viðvíkja okkum øllum, eigur at verða javnt umboðað av kvinnum og monnum. Og tá henda javnvág er so út av lagi, eiga kvinnur at verða valdar nettupp tí tær eru kvinnur. Vit síggja eisini, at har kvinnur koma framat í politikki, verður nógv størri áhugi sýndur týðandi samfelagsmálum , sum mannfólkini í politikki kanska ikki hava nógv góða bakgrund at taka upp ella ikki hava áhuga fyri. Her eru tað ikki minst so týðandi virði sum familjuspurningar, spurningar um okkara børn, um tey gomlu og sjúku osfr. Ja í veruleikanum sjálv lívæðrin í samfelagnum. Spurningurin er um ikki vinnulívsmál, sum manssamfelagið brúkar mestu orkuna uppá at viðgera, eiga ov stóran part av samfelagstjakinum! Vit skulu sjálvandi ikki undirmeta týdningin vinnulívið hevur, men tað má ikki vera so, at øll onnur týðandi virði í samfelagnum, verða undirprioriterað av hesi orsøk. Og ein máti at bøta um hetta er rætt og slætt at fáa kvinnur upp í politikk og her hugsa vit ikki minst um komandi løgtingsval. Allir flokkar, sum eru at sær komnir, áttu at kappast um at fáa kvinnur á komandi listar til løgtingsvalið um gott og væl eitt ár. Seinastu tíðina hava álvarslig mál verið til viðgerðar á tingi og í miðlunum. Eitt nú spurningurin um kynsligt misbrúk av børnum, harðskapur móti børnum osfr. At slík mál koma fram nú kunnu vit takka kvinnum í politikki og uttan fyri politikk fyri. Eftir okkara tykki høvdu slík álvarslig og so týðandi mál verið prioriterað nógv hægri í politiska orðaskiftinum og arbeiðinum, um fleiri kvinnur vóru við í hesi viðgerð. Latið okkum nú síggja, hvussu flokkarnir fara at handfara hetta málið til komandi val. Tað átti at verið ein styrki fyri tann flokk, sum ítøkiliga og miðvíst fer undir at fáa fleiri kvinnur upp í politikk. Sosialurin Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Føroyingar best í Danmark Fyri viku síðani var DM-kapping i svimjing fyri lið, og á vinnandi liðnum vóru ikki færri enn tveir føroyingar Svimjing um vit hava nevnt fyrr, so hevði Havnar Svimjifelag sent nakrar av svimjarum sínum til Danmarkar, tá DM fyri lið varð hildið fyri viku síðani. Hetta varð gjørt í samstarvi við Brøndby Vester, og hevði Havnar Svimjifelag sent tríggjar svimjarar hjá báðum kynum til kappingina. Karin Gaardlykke, Rannvá Jacobsen og Katrin Sørensen luttóku í bólkinum, sum rópast fjórða deild, og teimum eydnaðist at tryggja sær uppflytan til triðju deild. Bogi Lenvig, Jógvan Joensen og Dia Jacobsen luttóku í aðru deild, og her var um reppið, at eisini teir tryggjaðu sær uppflytan. Teir luttóku í endaligu kappingini um at tryggja sær uppflytan, men longu enn næstan komu teir tó ikki. Í hesum sambandi skal nevnast, at bæði Bogi Lenvig og Jógvan Joensen við tíðunum í kappingini longu hava tryggjað sær pláss á føroyska svimjilandsliðnum, sum komandi ár fer til Oyggjaleikirnar. Vunnu DM Í bestu deildini var eingin ivi um, hvør fór at gerast endaligur vinnari. Swim-Team West úr Esbjerg vann so ruddiliga kappingina, og við føroyskum eygum má hetta metast sum stórhending. Á liðnum hjá Esbjerg eru nevnliga tveir føroyingar, Ásbjørn Hansen og Eivind Eysturoy. Bara tað at teir hava megna at vinna sær pláss á liðnum verður roknað sum eitt stórt avrik, og fyri føroyskar svimjarar kann hetta bert vera orsøk til íblástur. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Russiskur venjari til Havnar Svimjifelag Havnar Svimjifelag hevur gjørt sáttmála við russiskan svimjivenjara Svimjing Talan er um 30 ára gamla Len Sterlin, sum umframt at hava tikið venjaraútbúgving í Russlandi, eisini hevur verið í USA og nomið sær viðari útbúgving innan ítrótt. Harumframt hevur hann eisini virka sum venjari í Ný Sælandi í tvey ár, áðrenn hann nú kemur til Føroya, har hann hevur gjørt ein fýra ára sáttmála við HS. Len Sterlin er giftur 26 ára gomlu Mariu, og eisini hon hevur gjørt sáttmála við Svimjifelagið. Eins og maðurin er hon útbúgvin innan ítrótt, og sum aktiv hevur hon millum annað vunnið økiskappingina fyri Moskva í útlopi. Hetta er ein táttur, sum lítið og einki hevur verið gjørt við her heima, men hetta ætla tey í HS nú at broyta. Eisini triathlon Umframt áðurnevndu førleikar, so er Len Sterlin eisini útbúgvin triatlon-venjari. Triatholn er nýggj ítróttagrein á komandi oyggjaleikum, og við nýggja venjaranum er nú líkt til, at føroysku íðkararnir hava møguleika fyri enn betri venjing á hesum øki. Kári Hentze sigur vegna Havnar Svimjifelag, at tey eru fegin um nýggju venjararnar, men leggur afturat, at tað hevur verið alt annað lætt at fingið tey hendan vegin. Hann vísir á, at størsti trupulleikin í hesum sambandi hevur verið, at felgaið ikki hevur havt nóg góðar venjingarumstøður, men at hetta er ein spurningur, sum arbeitt verður av øllum alvi fyri at loysa. Sáttmálarnir við Len og Mariu Sterlin eru galdandi í fýra ár. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Coca-Cola Cup í Runavík Innandurafótbólturin er í hæddini, og um vikuskiftið verður enn ein kapping av slagnum fyriskipað. Hesu ferð er tað B68, sum hevur sonevndu Coca-Cola Cup kappingina, og fer hendan fram í Ítróttahøllini í Runavík. Níggju aldursbólkar eru í kappignini. Fýra hjá gentum og fimma hjá dreingjum, og er seinasta freist fyri tilmeldan í dag, mikudagin. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Er ítróttin fyri øll Fyri viku síðani vóru umboð fyri ÍSF á stórari ítróttastevnu í Danmark Ítróttur Í fleiri ár hevur ein tór træta millum ítróttafólk í Danmark verið, hvørt ítróttin hevur selt sál sína. Tað vil siga, um ymsu feløgini í jagstranini eftir heiður og æru hava gloymt breiddina í ítróttaarbeiðinum. Fyri góðari viku síðani hevði danska ítróttasambandi tí sett stevnu, har hetta evni stóð ovarliga á skránni, og millum tey innbodnu var eisini føroyska ítróttasambandi, ÍSF. Fríkend við fyrivarni Heðin Mortensen, formaður í ÍSF greiðir frá, at fyri teir var talan um eina ógvuliga spennandi luttøku. Tiltakið varð skipað soleiðis, at fundurin var átøkur einum rættarsali, har nevningar, ákærar, verjar og dómarar skuldu taka støðu til ymsar lutir innan ítróttina. Síðani varð ákæra reist móti ítróttini, og Heðin sigur, at ákærupunktini her vóru fleiri. Millum annað varð víst á óreglusemi innan doping, um áhugaíðkarar vóru við sviðið soð, orsaka av yrkisítrótti o.s.fr. Bólkar vórðu síðani settir at arbeiða við ymsu málunum, og at enda var so farið aftur í rættarsalin. At enda kom so sjálvur dómurin, og Heðin sigur, at tað vóru ikki øll, sum vóru eins fegin um hendan. Dómararnir mettu nevnliga, at tað var um reppið, at ítróttin var komin ov langt út á eggina, men niðurstøðan var tó kortini, at ítróttin var fríkend. Kann væl førast yvir Spurningurin er so, um vit í føroyska ítróttaheiminum kunnu nýta eina slíka kongress til nakað konstruktivt, og tað heldur ÍSF forsetin avgjørt, at vit kunna. Tað er einki til hindurs fyri, at vit kunnu brúka hetta arbeiði beinleiðis í føroyskum ítrótti, tó at støddin her sjálvandi er minni. Vit eru so smátt við at fáa somu spurningar her heima. Ikki minst í spurninginum millum áhuga- og yrkisítrótt. Her er jú sera umráðandi, at tað ikki veðrur soleiðis, at breiddin situr á síðulinjuni og hyggur at, meðan tað bert er elitan, sum kappast. Hetta er jú ikki málið hjá ítróttinum, sum eigur at vera fri øll, sigur hann. Heðin leggur afturat, at tað eisini er ein spurningur, um vit her ikki áttu at gjørt eitt líknandi ting, har øll fingu høvi at siga sina hugsan, soleiðis at sambandi millum einstøku feløgini og ítróttaleiðarar kanska kann betrast. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo FCK í vøkstri Stjóri felagsins, Flemming Østergaard, vil sammetast við stóru útlendsku feløgini Danmark Meðan stórur partur av donsku superliguni hevur stórar fíggjarligar trupulleikar í hesum døgum, er øðrvísi statt hjá FCK. Felagið har Todi Jónsson dagliga hevur sína gongd. Síðani teir fyri fáum árum síðani keyptu tjóðarvøllin, Parken, hevur felagið havt risayvirskot á hvørjum ári, og enn tykist eingin steðgur at vera í hesum. 200 mió.kr. Sostatt sigur Flemming Østergaard við danska dagblaðið, BT, at hann er sannførdur um, at um fá ár er felagið tvífalt so stórt, sum tað er í løtuni. Eginpeningurin hjá FCK kemur í hesum mánaðinum upp um tær 200 mió.kr., og í Danmark er so einki annað lið, sum kann breggja sær av slíkum tølum. Tað er nú heldur ikki við donsk lið, at teir í FCK vilja sammetast. Flemming Østergaard sigur, at hann metir tað vera gjørligt, at skapa eitt danskt ítróttafelag, sum er á hædd við stóru útlendsku feløgini. Hann leggur afturat, at hetta sjálvandi ikki kann gerast í einum, men upp á sikt heldur hann hetta vera gjørligt. Ein samlað ávirkan Til hetta krevjast pengar, og her er munur á, hvat eitt danskt og t.d. eitt enskt felag hava møguleika at forvinna. Sjónvarpspengar og aðrar fótbóltsinntøkur eru so nógvar ferðir størri í bretskum fótbólti, men hinvegin hevur FCK so eisini aðrar inntøkumøguleikar. Sambært útrokningunum hjá BT er tað soleiðis, at fótbóltsvirksemi felgsins gevur eitt hall upp á uml. fýra mió.kr., men at hetta so verður vunnið inn aftur aðra staðni í virkinum. Flemming Østergaard er tó ikki samdur í hesum. Hann sigur, at tað so at siga er ógjørligt at býta roknskap felagsins upp í deildir, og siga at so og so stórur partur av inntøkum ella útreiðslum kemur úr tí og tí partinum av virkseminum. Hann sigur, at tað er samlaða virksemi felagsins, sum skapar eina sonenvda >>synergi-effekt<<, soleiðis at samlaða úrslitið gerst positivt. Sum dømi um hetta nevnir hann Parkina. Áðrenn FCK keypti tjóðarvøllin, var talan um stór undirskot á hvørjum ári, men síðani hetta hevur talan bert verið um yvirskot, og onnur feløg hava øvunda FCK møguleikarnar, sum teir við hesum hava fingið. Úrslitini um at koma Hvørt teir nógvu pengarnir hjá FCK so eisini eru nóg mikið til, at felagið í ár kann toga seg heilt upp á fótbóltstindarnar, fer tíðin at vísa. Tað tykist tó vist, at nógvu íløgurnar í leikarahópin nú eru um at geva avkast. Úrslitini eru betri, enn tey hava verið í nógv ár, og júst hesi mugu metast at vera týdningarmesti parturin hjá einum felag, sum vil sammetast við tey stóru í Europa. Hósdagur 7. des. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Formaður Lærarafelagsins: - Vit hava fingið dygga álitisváttan Á eykaaðalfundi um vikuskiftið varð broytingaruppskot hjá nevndini í Lærarafelagnum í sambandi við samlagstryggingina samtykt. Uppskotið hjá yngru lærarunum fall, men teir hava ikki ætlanir um at lata hetta fara afturvið borðinum Við greiðum meiriluta varð samtykt, at ískoytiseftirlønin ikki skal avtakast. Broytingaruppskotið hjá nevnd felagsins var, at teir limir, sum eru yngri enn 35 ár, bara skulu gjalda helvtina av samlaða ingjaldinum um mánaðin. Broytingin hevur við sær, at munurin millum samlaða inngjaldið hjá teimum yngru og teimum eldru minkar. Yngru lærararnir skutu upp, at avtaka ískoytiseftirlønina heilt, men uppskotið fall. Álitisváttan Á aðalfundinum 17. juli í ár varð tað einmælt samtykt at dagføra og broyta samlagstryggingina, men síðan tað hava fleiri lærarar víst sína ónøgd við hesa skipan. Teir vilja eisini vera við, at kunningin ikki var nóg góð á hesum fundi. Yngru lærararnir vístu á, at teir skulu gjalda nógv meira enn teir eldru, men fáa hóast tað eins útgjald, sum er 100.000 krónur, tá teir røkka til eftirlønaraldri. Hesin mismunur førdi til, at undirskriftir vórðu savnaðar og kallað varð inn til eykaaðalfund, har yngru lærararnir mæltu til, at ískoytiseftirlønin varð avtikin. Hetta vann tó ikki frama. Vit føla, at vit í nevndini hava fingið eina dygga álitisváttan á eykaaðalfundinum. Hitt uppskotið fall við eitt brak, og vit eru komin styrkt burturúr hesum her, sigur Elsa Birgitta Petersen, formaður í Lærarafelagnum. Tað gleðir meg, at meirilutin av limunum í felagnum seta solidaritetin í hásæti í røttum fakfelagsanda, sigur Elsa Birgitta Petersen. Við broytingaruppskotinum vildu vit rætta hondina fram móti teimum yngru limunum, tí vit vilja gjarna hava, at teir vera verandi í samlagstryggingini og í felagnum. Vit royndu at finna eina semju, sigur Elsa Birgitta. Elsa Birgitta Petersen sigur eisini, at eitt av málum felagsins er, at liviumstøðurnar skulu ikki versna munandi, hóast limir felagsins fara frá við eftirløn. Við hesi skipanini eru tey í felagnum komin nærri málinum, metir hon. Fer ikki afturvið borðinum Magnus Tausen var ein av teimum yngru lærarunum, sum hevur verið sera ónøgdur við verandi ískoytiseftirløn í samlagstryggingini. Hann vísti á eykaaðalfundinum á, at "ískoytiseftirlønin gongur í okkara føri ímóti øllum teimum grundsjónarmiðum, tryggingin byggir á". Hann segði eisini í røðu sínari, at tað, sum yngru lærararnir gjalda inn, als ikki stendur mát við tað, teir fáa útaftur við 67 ára aldur. Meðan eldru lærararnir rættiliga gera kubbið. Bólkurin hjá Magnusi er ikki nøgdur við broytingaruppskotið, hóast nevndin royndi at bøta um støðuna. Lutfallið millum eldri og yngri lærarar er framvegis skeivt. Vit hava enn limir, sum næstan einki hava goldið, men fáa hóast tað 100.000 krónur, tá teir gerast 67, meðan vit yngru skulu gjalda í fleiri ár og fáa somu upphædd, sigur Magnus. Magnus er eitt sindur vónbrotin av, at ikki fleiri av teimum yngru lærarunum møttu upp til fundin. Hann sigur, at "hetta er ein stór last hjá okkum". Eg meti, at tað er kreppa í felagnum, tí tað er givið, at tað er ikki so gott, sum tað burdi verið. Tryggingarskipanin hevur býtt limirnar í tey yngri og tey eldru, sigur Magnus Tausen. Hetta gongur ikki aftur við borðinum. Aðalfundur verður aftur um hálvt ár, og eg ivist ikki í, at okkurt verður á skránni aftur tá, leggur Magnus afturat. Elsa Birgitta Petersen sigur at enda, at allar avgerðir verða tiknar á aðalfundunum, og tí er tað alneyðugt, at limirnir møta upp á teimum fundunum, um teir vilja hava ávirkan. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Nýggi frisørskúlin Tann Føroyski Hárfríðkanarskúlin hevur nú tríggjar mánaðir á baki, og leiðarin fyri skúlan, Oddvør Jacobsen, er væl nøgd higartil. Endamálið við skúlanum er at stytta lærutíðina, har lærlingar sleppa undan óneyðugum lærugreinum og "spilltíð", sum tikið verður til Tað ber til at læra til hárfríðkara uppá tvey ár ístaðin fyri fýra, sum vanliga útbúgvingin tekur nú. Henda møguleikan gevur nýggi hárfríðkanarskúlin hjá Oddvør Jacobsen. Hon hevur lagt seg eftir at geva ungum fólki tann møguleikan, tí hon metir, at vanliga útbúgvingin tekur óneyðuga langa tíð. Tað er ikki neyðugt við eini 4-ára útbúgving til at gerast hárfríðkari. Í hesi útbúgvingini sleppa lærlingarnir undan at vaska hár og sópa gólv í eitt ár, men fara beinanvegin undir at klippa. Á okkara skúla hava vit valt at sleppa nøkrum av teimum lærugreinunum, sum lærlingurin ikki ikki fær brúk fyri á hárfríðkanarstovuni. Undirvísingin er annars tann sama í hinum lærugreinunum, sigur Oddvør Jacobsen. Undirvíst verður ikki í virkisbúskapi, samfelagsfrøði, húð- og andlitsviðgerð og vallærugreinum. Vanligir lærlingar, sum fara á Tekniska skúla at hava hesar lærugreinar, skulu sita á skúlabeinki í eini 500 tímar. Dentur verður lagdur á at hava lærugreinar, sum hava beinleiðis samband við sjálvt arbeiðið sum hárfríðkari, sigur Oddvør. Tað er bara í Føroyum og Danmark, at tað tekur fýra ár at læra til hárfríðkara, og tað er ov lang tíð hjá ungum fólki. Í Noregi tekur tað bara tvey ár. Ikki góðtikin útbúgving Undirvísingar- og Mentamálastýrið góðtekur ikki útbúgvingina, tí má skúlin klára seg uttan stuðul haðani, men tað væntaði Oddvør frammanundan. Slíkar útbúgvingar finnast í øllum øðrum londum kring okkum, og eg havi havt ætlanir um at fara undir ein slíkan skúla fleiri ferðir, sigur Oddvør. Í Danmark kom fyrsti skúlin av hesum slag 1. maj í ár, og nú eru tríggir slíkir skúlar niðri. Í Danmark tekur útbúgvingin eitt ár, men í Føroyum er tíðin sett til tvey ár. Tað er eingin ivi um, at hetta er framtíðin innan hárfríðkanaryrki, tí tað eigur ikki at taka so langa tíð at gerast hárfríðkari. Tað loysir seg eisini betur hjá lærlingunum, tí við hesum fært tú fulla løn tvey ár longri. Oddvør metir ikki, at tað verður nakar trupulleiki hjá teimum, sum verða útlærd hjá henni, at fáa arbeiði eftur lokna útbúgving. Um ein dugir kynstrið at klippa, so er eingin forðing fyri at fáa arbeiði sum hárfríðkari. Skjótari er betri Tann Føroyski Hárfríðkanarskúlin hevur í løtuni tveir lærlingar. Annar er 23 ára gamla Marin Johannessen úr Havn, sum eigur tvey børn, og hon helt tí, at tað var betri at taka læra til hárfríðkara uppá tvey ár ístaðinfyri fýra. Tað er skjótari hjá mær at sleppa ígjøgnum hesa útbúgvingina, og hon hóskar betur til mín. Tað er torført at sleppa inn aðrastaðni við tveimum børnum, og eg helt, at hetta er minst líka gott, sigur Marin. Marin heldur, at einasti munur millum hana og aðrar lærlingar er, at teir fáa eitt sveinaprógv. Tað týdningarmiklasta er, at man dugir at klippa, tá lærutíðin er av. Lærlingarnir skulu hava minst fýra model um dagin, sum tey kunnu venja seg á, men tað er eingin trupulleiki hjá Marin at fáa tey til vega, tí hon hevur havt plakatir hangandi runt í býnum um at fáa model. At byrja við klipti hon modellunum fyri einki, men nú tekur hon hálvan prís. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Hesum fara vit at stríðast ímóti til tann beiska enda Fakfeløgini fara at geva landsstýrinum ein skarpan gang, nú ætlanin er at seta nýtt uppskot í verk um, hvussu arbeiðsósemjur á arbeiðsmarknaðinum skulu loysast Hesum fara vit at stríðast ímóti til tann beiska enda. Joan Ziskason, forkvinna á Sjeymannabólkinum hjá fakfeløgunum er púra avgjørd, tá ið hon verður biðin um eina viðmerking til nýggja uppskoti'hjá landsstýrinum um, hvussu arbeiðsósemjur á arbeiðsmarknaðinum skulu loysast hereftir. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur nýliga barslað við einum nýggjum uppskoti um seming,, sum nú er sent fakfeløgunum til ummælis. Men tað er longu nú greitt, at landsstýrismaðurin fer at møta harðari mótstøðu frá fakfeløgunum. Fakfelagsleiðarar eru ikki bara á einum máli um, at uppskotið skal vísast aftur. Teir eru eisini púra samdir um, at uppskotið er so álvarsligt, at tað skal heilt einfalt ikki setast í gildi, soleiðis sum tað nú er orðað. Í Sosialinum leygardagin mælti Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag heilt einfalt til at fara í aðalverkfall, um uppskotið verður samtykt, soleiðis sum tað nú er orðað. Í størsta álvara Ingeborg Vinther ikki einsamallur fakfelagsleiðari, sum ætlar at geva landsstýrinum ein skarpan gang í hesum máli. Joan Ziskason, forkvinna í Sjúkrasystrafelagnum og forkvinna í Sjeymannabólkinum hjá fakfelgunum, er næstan líka greið. Hesum fara vit at stríðast ímóti til tann beiska enda, sigur hon. Hon sigur, at Sjeymannabólkurin, sum umboðar allan arbeiðsmarknaðin, fer nú at hava fund um málið. Hon sigur, at orsøkin til mótstøðuna, er uppskotið hjá landsstýrinum ger seg grovliga inn á rættindindi hjá fakfeløgunum. Eitt nú gevur tað semingsmonnunum at kalla óavmarkaðar heimildir at útseta verkfall, og tað er í veruleikanum at taka verkfallsrættin frá okkum. Joan Ziskason sigur, at av tí at eitt uppskot, sum hetta, er so avgerandi fyri fakfeløgini, vilja feløgini sjálvsagt eisini vera við til at evna tað til. Hon vísir á, at fakfeløgini vilja fegin hava eitt nýtt uppskot um seming. Men tað skal ikki síggja út sum hetta. Hon sigur, at partar av uppskotinum, sum nú er lagt fram fyri feløgini, minnir ikki sørt um ásetingarnar í donsku lógini um arbeiðsrætt og høvuðsavtalu, og sum føroysku fakfeløgini hava stríðst ímóti við hond og fót Joan Ziskason sigur, at hetta er eitt mál, sum fakfeløgini taka í størsta álvara. So vítt hon skilir, er semja um, at feløgini eiga at hava eitt rættiliga kontant útspæl ímóti landsstýrinum fyri at forða fyri, at hetta uppskotið verður sett í verk. Men um tað skal verðs so kontant, sum Ingeborg Vinther, mælir til, vil hon ikki siga. At fara í aðalverkfall eru hennara orð. Hvør niðurstøðan verður, veit eg ikki enn. Men vónandi verður tað óneyðugt at fara so ógvusliga til verka, tí vónandi hava politikarar skilt boðskapin, sigur Joan Ziskason. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Bilmekanikarar fáa nýggja sveinaroynd Størsta broytingin verður, at lærlingar nú sjálvir skulu finna brekið í bilinum, meðan teir fyrr fingu upplýst, hvat var galið, sigur Erhard Jacobsen, formaður í Yrkisráðnum Sveinaroyndin hjá bilmekanikarum stendur fyri broytingum í næstum. Væntandi verða broytingarnar settar í verk í komandi ári. Miðað verður eftir, at lærlingar, sum skulu standa royndina í summar ella í heyst, fara upp eftir nýggjum leisti. Ætlanin við broytingunum er, at lærlingar skulu læra at arbeiða meira sjálvstøðugt. Tí verða tær verkligu uppgávurnar í sveinaroyndini gjørdar meira veruligar, sum ein lærlingur kann vænta sær at fáa á verkstaðnum, tá hann er liðugur at læra. Broytingarnar ganga út uppá, at lærlingurin skal arbeiða meira sjálvstøðugt og vísa, hvat hann hevur lært í lærutíðini. Soleiðis at sveinaroyndin nú líkist meira eini veruligari uppgávu, sum lærlingarnir fáa á einum verkstað, sigur Erhard Jacobsen. Sveinaroyndin í er løtuni uppbygd soleiðis, at lærlingarnir í verkligu uppgávuni fáa at vita, hvat brekið í bilinum var. Síðani skulu teir umvæla brekið. T.d. brek í gearkassanum, sum skal gerast aftur. Framyvir verður tað soleiðis í verkligu uppgávuni, at lærlingar ikki fáa at vita, hvat brekið er. Teir skulu sjálvur finna fram til brekið við at tosa við eigaran av bilinum, sum greiðir frá, hvør trupulleikin er. Lærlingurin skal gera arbeiðið frá byrjan til enda. Henda sveinaroyndin krevur eitt sindur meira av lærlinginum, og at hann arbeiðir sjálvstøðugt. Tí verður hann betri fyri, tá hann er liðugur at læra, sigur Erhard Jacobsen. Erhard metir annars ikki, at fakliga innihaldið av útbúgvingini verður broytt stórvegis. Undirvísingin má tillagast Nýggja sveinaroyndin setir sjálvandi krøv til undirvísingina, sum má lagast til nýggju umstøðurnar. Størri dentur fer í framtíðini at verða lagdur á tað skrivliga arbeiðið. Tøkniliga menningin í bilídnaðinum broytir sjálvandi innihaldið í undirvísingini allatíðina, men broytingarnar í sveinaroyndini hava við sær, at vit mugu laga undirvísingina soleiðis, at lærlingarnir kunnu klára nýggju sveinaroyndina, sigur Eirikur Simonsen, ið dagliga starvast á Tekniska skúla. Hesar broytingarnar eru settar í verk í Danmark, har teir hava gjørt eina kunngerð um útbúgvingina. Vit brúka eina danska kunngerð, har tað stendur, hvat næmingurin skal vita eftir lokna skúlagongd, meðan lesiætlanina gera lærararnir sjálvir. Vit eru sostatt á hædd við tekniskar skúlar í Danmark, og tað mugu vit eisini vera, sigur Eirikur. Meira skrivligt Nú fáa lærlingar spurningar til sveinaroyndina, sum teir skulu svara við multiple-choice, t.v.s. at teir skulu velja tað rætta svarið burturúr fleiri uppskotum. Hetta verður broytt soleiðis, at næmingar sjálvir skulu seta orð á svarið og ikki bara seta ein kross við tað, teir halda vera rætt. Eisini skulu lærlingarnir gera eina stutta, skrivliga frágreiðing um tað arbeiðið, teir hava gjørt í sveinaroyndini. Næmingarnir sleppa heldur lætt við tí skrivliga, sum nú er, men framyvir skulu teir sjálvir orða svarið. Í framtíðini verða størri skrivlig krøv sett einum bilmekanikara, sigur Eirikur Simonsen. Uppgávan hjá lærarunum verður, at vit skulu vera meira sum vegleiðarar hjá næminginum, tí teir skulu sjálvir lokalisera brekið í bilinum, sigur Eirikur Simonsen. Eirikur Simonsen væntar eisini, at størri dentur fer í framtíðini at verða lagdur á teir elektrisku lutirnar í bili. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo John Lennon í Klaksvík Fríggjakvøldið verður eitt minnistiltak fyri John Lennon í Klaksvík. Á skránni er fyrilestur og tónleikur 20 ár eftir at John Lennon var skotin til deyðis, verður hann mintur við einum tiltaki í Klaksvík. Tiltakið verður í hølum hjá Norðoya Fornminnasavni, og á skránni er fyrilestur og tónleikur. Bergur Rasmussen fer at greiða frá ymiskum úr lívinum hjá John Lennon, og ein serligt samansettur bólkur fer at spæla sangir, sum Lennon skrivaði í Beatles-tíðini og seinni. Bólkurin, sum rópar seg X-mas, spældi eisini fyri 10 árum síðani í sambandi við líknandi tiltak í Keypmannahavn. Bólkurin er mannaður við Rana Nolsøe, Hera Ellingsgaard, Erik Biskopstø og Høgna Klakstein. John Lennon var skotin 8. desember í 1980, og tað er júst á 20 ára degnum, sum er fríggjakvøldið, at enski sangskrivarin verður mintur. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Vóna fløguútgávu í Danmark Tríggir føroyskir tónleikarar í Danmark arbeiða í løtuni nýggjum tónleiki, sum teir vóna kann hava við sær fløguútgávu í Danmark Tríggir føroyskir tónleikarar, sum eru búsitandi í danska høvuðsstaðnum ella har á leið, arbeiða í løtuni við nýggjum tónleiki í einum upptøkuhølum á Amager. Teir tríggir - Eyðfinn Jensen, James Olsen og Leivur Thomsen - taka í løtuni upp trý løg, sum teir vóna kann hava við sær eina útgávu í Danmark. Tónleikurin er modernaður, og blandar íblástur frá millum annað R&B og Dance tónleiki saman til eina nútímans - og ikki serliga føroyska - eind. Tónleikurin kemur helst út í Føroyum fyrr ella seinni, men vit stíla eftir eini útgávu í Danmark, sigur James Olsen. Fótin inn um James Olsen hevur á ein ellan annan hátt fingið fótin inn um í tónleikalívinum í Danmark. Hann er trummuspælari í bólkinum hjá Erann Drori, og hann er eisini umbiðin at gera tónleik í øðrum sambandi. Tað kann kanska hjálpa teimum trimum føroyingunum at vinna fram í Danmark, men teir eru greiðir yvir, at tað er ein stór avbjóðing at vinna sær ein fløgusáttmála í Danmark. Vit gera trý demoløg, sum vit tó ætla at fáa so góð, at tey kunnu gevast sum tey eru, og tey skulu so verða grundarlagi undir okkara arbeiði at vinna ein fløgusáttmála, sigur James Olsen. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Gongur strúkandi hjá James James Olsen hevur nógv av gera í bólkinum hjá Erann DD, sum er eitt av heitastu nøvnunum í donskum tónleiki í løtuni James Olsen hevur nóg mikið at takast við í Danmark í løtuni. Myrki trummuspælarin spælir við í bólkinum hjá Erann DD, sum er eitt av heitastu nøvnunum í donskum tónleiki í løtuni. Erann David Drori gav síðsta dagin í oktober mánaði sína fyrstu solofløgu út undir navninum Erann DD, og á hesi fløgu er James Olsen ein av trummuspælarunum. Fyrstu vikuna seldi fløgan 25.000 eintøk, sum hevur við sær eina sokallaða gullfløgu fyri søluna. Síðani eru meira enn 10.000 eintøk afturat farin um handilsdiskarnar. Stakfløgan Still Believing liggur hesa vikuna sum nummar átta á hitlistanum hjá Danmarks Radio, og fløgan hevur eisini sníkt seg langt upp á øðrum donskum hitlistum. Hendir nógv Í gjár skuldu James og hinir í bólkinum spæla fyri donsku fjølmiðlunum, og í dag verður konsert fyri lýsingafyritøkum og fólki innan hesa bransju. Tað hendir nógv í løtuni. Nýggja fløgan hjá Erann DD hevur verið sera væl móttikin, og hann er ein populerur sangari í Danmark, sigur James Olsen. Tað er stuttligt at fáa kjansin í einum slíkum bólki, tí tað eru nógvar avbjóðingar, og nógvur eftirspurningur er eftir bólkinum. Erann DD - við James Olsen handan trummurnar - skal spæla til ymisar konsertir í Danmark í tíðini, sum eftir er av hesum árini, og hesar konsertir halda fram í komandi ári. Roynir seg solo Erann Drori er uppvaksin á Eysturbrúgv í Keypmannahavn, og hann er kendur kring alt Danmark fyri sín leiklut í bólkinum Drori-Hansen Furniture, sum gav fløgu út í bæði 1995 og 1996. Áðrenn hetta var hann orkufullur frontmaður í Zapp Zapp, sum gjørdi um seg fyrst í 90'unum. Nú hevur Erann sett hol á sína solokarrieru, og tað ger hann við millum annað James Olsen í sínum bóki. James og Erann hava eisini samstarvað í Drori-Hansen Furniture. Nýggja fløgan hjá Erann DD er upptikin og løgd til rættis í Keypmannahavn, Stockholm og Køge. Rappar eisini James Olsen er fegin um leiklut sín í Erann DD. Hetta er tað longsta eg eri komin innan tónleik, og tað er sera spennandi at verða við. Tað er hugaligt, at tónleikarar úr Føroyum fáa kjansin í Danmark, sigur James Olsen. Tað er eisini stuttligt at hoyra danir undrast á, at tað finnast nógvir góðir tónleikarar í Føroyum. Teir halda tað vera merkisvert, sigur hann. Umfamt uppgávuna handan trummurnar hjá Erann DD, er James eisini við í øðrum tónleiki. Hann hevur millum annað júst fingið uppgávuna at gera tónleikin til eina lýsingarherferð hjá eini danskari klædnafyritøku. James skal gera tónleikin og rappa til myndirnar. Tað kann verða eitt sindur ilt at fylgja við í løtuni, tí nógv er á skránni, men tað kann eg í grundini bara fegnast um, sigur James Olsen. Konsertir í Glyvra Kirkju og í Fríðrikskirkjuni Nú sunnudagin 10. desembur verður konsert í kirkjuni á Glyvrum seinnapartin og í Fríðrikskirkjuni um kvøldið Føroyskt jólaoratorium á Glyvrum Sunnudagin 10. des. klokkan 16.00 verður kórverkið "Føroyskt jólaoratorium" av Jóhan Mortensen framført í kirkjuni á Glyvrum. Verkið varð skrivað til jóla í fjør og frumframført í Fríðrikskirkjuni. Aftrat frumframførsluni vóru tvær aðrar konsertir. Nú skal hetta kórverkið so framførast á fyrsta sinni á Glyvrum, og ætlanin er at hava bert hesa einu framførsluna. Verkið er upprunaliga skrivað fyri ferræddað kór og strúkarar við tveimum tvørfloytum. Í kirkjuni á Glyvrum verður verkið kortini framført við orgulfylgispæli og ikki við strúkarum. Tað er Símun Hammer, organistur við kirkjuna í Gøtu, ið henda dagin kemur at sita við orglið. Tær báðar, Bodil og Fríðhild, ið hava gjørt so nógv vart við seg innan musikk-lívið á Skálafjørðinum, fara at spæla tvørfloytu. Sangararnir eru so at siga allir teir somu sum í fjør. Tvær duettir og tvær soloir eru í verk-inum. Kvinnurøddina syngur Berghild Poulsen (Begga), og Hannis Hansen tekur sær av mansrøddini. Konsertin í Fríðrikskirkjuni Um kvøldið klokkan 20.30 verður so konsert í Fríðrikskirkjuni. Manskórið á Skálafjørðinum, sum eisini syngur nakrar sangir til framførsluna á Glyvrum, eigur høvuðspartin av skránni í Fríðrikskirkjuni og fer at framføra bæði gamalt og nýtt m.a. "Ave Maria" av Franz Schubert, har Marita Joensen fer at syngja solo saman við kórinum. Fylgispælið til "Ave Maria" fer Andrea Mortensen av Argjum at hava. Framhaldsdeildin í Runavík hevur við vælvild frá leiðslu og lærarum eitt skúlakór, ið einir fjøruti av næmingunum, ið har ganga, syngja við í. Skúlakórið fer at syngja nakrar sangir saman við tónleikarunum Hjalta Joensen og Jákup Olsen. Maria og Morid, næmingar í musikkskúlanum, sleppa eisini at royna seg við tvørfloytunum. Kórið fer eisini at syngja "Ave verum" av Mozart. Ein riðil av børnum syngur í skúlakóri í skúlanum á Glyvrum. Hesi børnini sleppa at syngja við í einum risastórum kóri, ið verður mannað við sangarum úr Manskórinum, Jólaoratoriumskórinum, Skúlakórinum í Runavík og Skúlakórinum á Glyvrum. Hetta kórið fer saman við tónleikarum at enda konsertina við trimum løgum. Kórleiðari hjá øllum kórunum er Jóhan Mortensen. John Johannessen - john@sosialurin.fo Lógarbroyting skal gera føroyskt til tjóðarmál Jóannes Eidesgaard vil hava grein 11 í heimastýrislógini broytta, soleiðis at hon staðfestir, at Føroyskt er tjóðarmál í Føroyum Formaður Javnaðarfloksins ætlar sær nú at fáa staðfest við lóg, at føroyskt er tjóðarmálið í Føroyum. Hetta ætlar Jóannes Eidesgaard skal gerast við at broyta grein 11 í heimastýrislógini, soleiðis at har kemur at standa >>Føroyskt er tjóðarmál í Føroyum<< í staðin fyri >> Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum<<. Tí hevur Jóannes Eidesgaard lagt eitt uppskot til samtyktar fyri tingið, um at heita á landsstýrið um at taka upp samráðingar við donsku stjórina um at fáa hesa broyting framda í verki. Staðfest minnilutamál Føroyska málið er í dag staðfest at vera eitt minnilutamál. Hetta hendi, tá danski uttanríkisráðharrin góðkendi evropeiska sáttmálan um minniluta- og landspartamál. Áðrenn hetta varð gjørt, heittu føroyingar á danska uttanríkisráðharran um at skipa soleiðis fyri, at sáttmálim staðfesti føroyskt sum tjóðarmál. Men danski forsætisráðharrin vísti til orðingarnar í grein 11 í heimastýrislógini og staðfesti soleiðis, at føroyskt er høvuðsmál, men at danskt skal lærast væl og viðiliga, og at danskt eins væl og føroyskt kann nýtast í almennum viðurskiftum. Hetta hevur síðani skapt øsing millum politikarar í Føroyum, og Jóannes Eidesgaard er hartaður fyri ikki at hava nýtt sínar heimildir sum fólkatingslimur nóg væl í hesum máli. Besta loysnin Jóannes Eidesgaard staðfestir, at landsstýrið við nýggja sjálvstýrisleistinum ætlar sær at verða verandi í ríkisfelagsskapinum tey fyrstu mongu árini. Tí heldur hann eina broyting í heimastýrislógini vera bestu loysnina at fáa staðfest føroyskt sum tjóðarmál. Sambært Niels Helveg Petersen er tað grein 11, ið bindur. Tí eigur málið at kunna loysast, um grein 11 verður broytt. Hetta er veruliga ein vegur, ið til ber at ganga fyri at fáa málspurningin loystan, sigur Jóannes Eidesgaard. Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at nú má vera liðugt at ilskast um, at føroyska málið varð illa viðfarið, tá evropeiski málsáttmálin varð gjørdur. Hann vísir á, at politikkur má vera at loysa mál í staðin fyri at ilskast, og tí heldur hann, at løgtingið eigur at taka undir við uppskotinum. Tekur løgtingið undir við hesum uppskoti, so rokni eg við, at restin verður ein avgreiðsluspurningur. Eg kann ikki hugsa mær, at danir fara at vera ímóti einari slíkari broyting, sum eitt samt løgting tekur undir við, sigur Jóannes Eidesgaard. Jóannes Eidesgaard hevur ikki spurt seg fyri hjá hinum flokkunum, um teir taka undir við uppskotinum, men hann sigur, at hann vildi mett, at hetta er eitt uppskot, sum tingið kann taka undir við. Drúgv mannagongd Tekur løgtingið undir við uppskotinum hjá Jóannes Eidesgaard, skal tað ígjøgnum eina drúgva mannagongd, áðrenn heimastýrislógin kann verða broytt og føroyskt er staðfest sum tjóðarmál. Fyrst skal landsstýrið fyrireika seg til samráðingar við donsku stjórina. Tá samráðingarnar eru av, skal broytingin leggjast fyri løgtingið á føroyskum og fyri fólkatingið á donskum. Og skal broytingin koma í gildi, skulu bæði fólkatingið og løgtingið samtykkja hana. Verður broytingin samtykt, skal danski uttanríkisráðharrin bera so í bandi, at evropeiska yvirlýsingin verður broytt, soleiðis, at hon staðfestir, at føroyskt er tjóðarmál í Føroyum. Nýggj tvífløga við skjaldrum, ramsum og rímum Tíðindaskriv frá Plátufelagnum Tutl "Nina, nina, nái" er heitið á eini nýggjari tvífløgu, ið Plátufelagið Tutl gevur út. Á útgávuni eru ikki færri enn 145 nýggjar og gamlar savnsupptøkur við skjaldrum, teljiramsum, rímum o.ø., ið hevur tilknýti til børn. Eitt nú eru eisini upptøkur við ljóði frá látipípum, grasstrá-um, eini snurru og einum fjaðurlási. Elstu upptøkurnar eru frá 1927 og tær nýggjastu vórðu gjørdar í ár. Fjølbroytt úrval Útgávan er ein breið mynd av hvussu skjaldur og ramsur hava ljóðað og enn ljóða ymsastaðni í landinum og hon er m.a. ætlað øllum teimum, ið hava hug at læra seg at syngja nøkur skjaldur ella bera fram nakrar teljiramsur. Nógv av ungu foreldrunum í dag, eru uppvaksin uttan beinleiðis samband við skjaldrini, og summi hava kanska leitað seg fram á tey í bókum, sum í teirri frálíku "Í Skýmingini" hjá Sofíu Petersen og Elinborg Lützen. Men í bókunum finnur tú eyðsæð eingi løg til skjaldrini, og hóast onkur kanska vil halda at løgini eru so einføld at ein og hvør bara kann finna uppá sjálvur, so munnu mong hava aftrað seg við at sungið fyri børnunum hjá sær. Øðrvísi er tað, tá ið tú hevur eina upptøku at styðja teg at, og mong hava havt stóra gleði av teimum ikki so heilt fáu skjaldraupptøkum, sum longu eru útkomnar, t.d. sum partur av barnafløgunum hjá Tutl og í nýligu sendingunum "Likkulikkuleia". Tað er tó einki at ivast í, at henda útgávan, sum er halgað skjaldrunum fyrst og fremst, fer at geva eitt nógv breiðari og fjølbroyttari úrval, samstundis sum hon eisini týðiliga vísir at "hvør fuglur syngur við sínum nevi" og at tað er ógvuliga ymiskt sum fólk velja at bera skjaldrini fram. So, sum heild má sigast, at hetta er ein góður møguleiki hjá hvørjum tí sum vil ogna sær lut í hesum partinum av okkara mentanararvi. Eitt nú kann hon vera avbera hent hjá skúlalærarum, námsfrøðingum og øðrum, ið hava hug at nýta skjaldur og ramsur í sínum arbeiði. Við sjálvum fløgunum fylgir ein bóklingur upp á 60 síður við tekstum, viðmerk-ingum og myndum. Heimildarfólk Tey, ið syngja á útgávuni, eru Wilhelmina Larsen úr Dali, Sigrid Simonsen av Kirkju, Zacharias Jakobsen úr Hattarvík, Kristina Bolstad úr Sandvík, Hans Dalsgaard, Jógvan, Pætur og Leifur Tróndarsynir úr Skálavík, Anna í Havursgarði úr Kvívík, Axel Tórgarð úr Havn, Maria Eide Petersen, Jóhanna Maria Skylv Hansen, Sigmundur í Búð, Sigmundur í Lon, Marianna í Kongsstovu og Elsuba í Króki úr Nólsoy, Jakob Heinesen úr Tjørnuvík, Nicolina Højgaard úr Rituvík, Lena Dahl og Henny Davidsen av Toftum, Poul Schrøter úr Hvalba, Jacob Petur Symphor og Albert Djurhuus úr Sumba, Jóhan Adolf Petersen úr Norðdepli, Kirstin Henriksen av Strondum, Jákup Berg úr Hovi, William Kornus Jóanesarson úr Funningi, Sámal Petur Hansen úr Funningsfirði, Maria Danielsen av Velbastað, Bjarni Mohr úr Hoyvík og onnur. Tey, ið gjørdu upptøkurnar á fløgunum, eru Birgitta Hylin, Ólavur Hátún, Mortan Nolsøe, Helgi Jacobsen, Danmarks Radio, Thorkild Knudsen, Hakon Grüner-Nielsen, Jóhan Hendrik Winther Poulsen, Jacob Aagotnes, Jóannes Dalsgaard, Viggo Dalsgaard, Brynolf Lamhauge og Kári Sverrisson. Flestar av upptøkurnar eru fingnar til vega frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Tað er Kári Sverrisson, ið hevur lagt útgávuna til rættis, hon er prentað í Týsklandi og kostar 199 kr. Báran 10 ár Tíðindaskriv 4. des. í ár eru liðin 10 ár síðani at Bygdarfelagið Báran bleiv sett á stovn og í hesum sambandi verður skipað fyri stórum tiltaki í Skálanum í Klaksvík í vikuskiftinum 9.-10. des. Á skránni verður nógv spennandi, leygardagin 9. des. kemur TrøllaPætur á vitjan og sunnudagin kemur I Am á pallin, báðar dagarnar verður eti og drekkikapping, báðar dagarnar verður tombola og tivoli, kostnaðurin fyri vaksin er kr. 40,- og fyri børn kr. 20. Tiltakið endar sunnukvøldið uml. kl. 21.15, tá verður eisini drigið um seld atgongumerkir, atgongumerkini verða drigin hvør sær, hjá teim vaksnu er vinningurin 1 gsm-fartelefon hjá børnunum er vinningurin 1 playstyation. Jólamenninir koma á vitjan báðar dagarnar. Konsert við Vox Leygarkvøldið tann 9. desember klokkan 20 fer gospelkórið Vox úr Eysturoynni at hava konsert í fimleikarhøllini í Glyvra skúla. Leygarkvøldið tann 9. desember klokkan 20 fer gospelkórið Vox úr Eysturoynni at hava konsert í fimleikarhøllini í Glyvra skúla. Hetta gospelkórið varð stovnað fyri hálvum øðrum ári síðani. Kórið fekk navnið >>Vox<<, ið merkir >>rødd<< á latíni. Kórið hevur mest sungið til tiltøk hjá Heimamissiónini. Seinasta tiltak var á landsungdómsstevnuni, sum var í Klaksvík í heystfrítíðini. Umframt hetta hevur kórið eisini sungið á einum gospel-festivali og á árliga jazz-, fólka- og bluesfestivalinum í fjør. Kórið syngur mest gospeltónleik blandað við eitt sindur av discorútmum av og á. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt djúpt lágtrýst, 966 hPa. vestan fyri Skotland stendur mestsum í stað og grynnist. Í dag: Eitt stormlágtrýst við Biscaya fer móti Skotlandi og brúgvalagið haðani við vindi og regni verður á okkara leiðum fríggjadagin. Veðrið í dag: Lot til andøvsgul av landsynningi og eitt skifti regn, annars sólglottar. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið fríggjadagin: Hann veksur vindin upp í hvassan vind ella skrið av eystri og út á seinnapartin regn. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið leygardagin: Hvassur vindur av landnyrðingi og regn, men seinnapartin minni vindur og ælingur. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig, men mánadagin kaldari. Í gjár: Eitt djúpt lágtrýst, 966 hPa. vestan fyri Skotland stendur mestsum í stað og grynnist. Í dag: Eitt stormlágtrýst við Biscaya fer móti Skotlandi og brúgvalagið haðani við vindi og regni verður á okkara leiðum fríggjadagin. John Johannessen - john@sosialurin.fo Ivasamir um uppskotið hjá Jóannes Tað er ikki vist, at uppskotið um at broyta heimastýrislógina fyri at staðfesa føroyskt sum tjóðarmál verður samtykt. Løgmaður og varaløgmaður ivast í hugskotinum hjá Jóannes Eidesgaard Vit skulu ikki biðja danir áseta í fólkatingslóg, hvat skal vera galdandi í Føroyum. Hetta er viðmerkingin frá Høgna Hoydal, varaløgmanni, til uppskotið hjá Jóannes Eidesgaard um at fáa fólkatingið og løgtingið at samtykkja at broyta grein 11 í heimastýrislógini, soleiðis at føroyskt verður staðfest tjóðarmál. Høgni Hoydal heldur tað vera øvugt at fara og sminka heimastýrislógina, samstundis sum landsstýrið arbeiðir við eini ætlan um at avrigga heimastýrislógina við tí endamáli at fáa fullveldi. Hetta er sum at lata gamalt vín í nýggjar leðurfløskur, sigur Høgni Hoydal. Kann skaða Anfinn Kallsberg, løgmaður, vísir ikki uppskotinum hjá Jóannes Eidesgaard frá sær í eins stóran mun, sum Høgni Hoydal. Men kortini heldur hann, at tað er ein vansi við uppskotinum hjá Jóannes Eidesgaard. I prinsippinum er uppskotið í lagi, men eg eri bangin fyri, at samráðigar við donsku stjórnina um at broyta grein 11 í heimastýrislógini aftur skapa tær ósemjur, sum fullveldissamráðingarnar slitnaðu uppá. Samráðingarnar fara uttan iva at koma inn á spurningin, um Føroyar eru tjóð ella ikki, sigur løgmaður. Anfinn Kallsberg vísir á, at danska stjórnin undir seinastu samráðingum gjørdi heilt greitt, at hon ikki tekur undir við, at Føroyar eru tjóð. Tí heldur hann, at stjórnin fer at gera tað sama, um samráðast skal um málspurningin. Danska stjórnin hevði allar møguleikar at taka føroysku viðurskiftini við, tá hon staðfesti evropeiska málsáttmálan. Men stjórnin valdi at síggja burtur frá áheitanunum úr Føroyum, tí er heilt greitt, at danska stjórnin ikki ynskir føroyskt at vera tjóðarmál, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður veit ikki, um hann fer at mæla flokki sínum til ella frá at atkvøða fyri uppskotinum hjá Jóannes Eidesgaard. Hann hevur síni fyrivarni, tí hann er bangin fyri, at tað kann skaða tað samskifti, sum nú er um sjálvstýrisleistin. Hinvegin heldur løgmaður, at hetta uppskotið - um tað verður samtykt - kann fáa Javnaðarflokkin at skilja trupulleikarnar hjá landsstýrinum. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Kæra um valsvik á Eiði Bygdarráðið á Eiði hevur fingið eina kæru um bygdarráðsvalið. Bygdarráðsformaðurin váttar, at kæran er komin, og hon verður nú viðgjørd Ein borgari á Eiði hevur kært til bygdarráðið um, at hann ikki er nøgdur við mannagongdina eftir bygdarráðsvalið 21. november. Kæran leggur upp til, at atkvøður eru fluttar, eftir at valið var av. Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður á Eiði, váttar fyri Sosialinum, at ein kæra er komin til bygdarráðið, og at kæran nú verður viðgjørd eftir lógini. Tað vóru tveir listar til bygdarráðsvalið á Eiði. Listi A fekk fimm limir valdar, og listi B fekk tveir. Men munurin millum sætta limin á lista A og annan á lista B var bara ein atkvøða. Støðan eftir valið var tann, at varð ein atkvøða hjá lista B til dømis dømd ógildug, skuldi valið teirra millum avgerast við lutakasti, meðan sætti limurin á lista A varð valdur, um ein atkvøða varð flutt frá lista B til lista A. Tað hevur ligið á ljóði, at samsvar ikki var millum taldu atkvøðurnar og valkortini í samband við bygdarráðsvalið á Eiði. Søgur hava viljað verið við, at kært var um hetta. Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður á Eiði, váttar sum omanfyri nevnt, at bygdarráðið hevur fingið eina kæru um valið. Men vil ikki siga meira um málið enn, at kæran verður regluliga viðgjørd. Men Sosialurin hevur fingið at vita, at talan er um rættiliga álvarsamar skuldsetingar móti valmyndugleikunum á Eiði. Kært verður millum annað um, at onkrir atkvøðuseðlar eru lagdir til viks undir uppteljingini, meðan aðrir eru komnir aftrat. Tá bygdarráðsformaðurin varð spurdur um hald var í hesum kærunum, svaraði hann bert, at um so var, var jú beinleiðis talan um valsvik. Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður, sigur, at tá hann fekk kæruna, vendi hann sær til landsstýrið fyri at tryggja sær, hvussu farast skuldi fram í slíkum føri. Ikki eru reglurnar greiðari enn so, sigur hann, at hann fekk ikki svar beinanveg. Men tá løgfrøðingarnir í Tinganesi høvdu kannað vallógina, fekk hann at vita, hvussu farast skuldi fram. Men tað var heldur løgið í hesum fullveldistíðum, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi, at løgfrøðingarnir noyddust at tulka danska lógartekstin fyri at finna út av, hvussu støðan skuldi >>tacklast<<. Hetta tí, at danska umsetingin er greiðari orðað enn tann føroyski teksturin. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Kunnu missa rentustuðl Sethúsaeigarar, sum raka loftið fyri rentustuðul, verða ikki kunnaðir um hetta av skattamyndugleikunum. Skal loftið hækkast, skal hetta gerast innan árslok Rentustuðul Tað kann koma illa við hjá sethúsaeigarum, um tey raka loftið fyri rentustuðuli í desember mánaði. Skipanin við rentustuðli er hátta soleiðis, at í útgangsstøði verður stuðul veittur fyri rentuútreiðslur upp til 60.000 kr. um árið. T.v.s. prosentpartin av hesum tali. Um so er, at árligu rentuútreiðslurnar av lánum, sum ganga undir stuðulsreglurnar, eru hægri enn 60.000 kr. um árið, ber til at søkja um at hækka markið upp í 120.000 kr. Ein hækkan, ið aloftast er avgreiðslumál hjá Toll- og Skattstovuni. Søkjast innan árslok Trupulleikin við hesum er, at skal loftið hækkast upp í 120.000 kr., er neyðugt, at søkt verður um hetta innan árslok. Verður umsóknin latin eftir árslok, ber ikki til at ganga henni á møti. Dánjal Joensen, deildarleðari í Sparikassanum, sigur, at hetta kann koma illa við hjá teimum, sum raka loftið seinasta mánaðin í árinum. Rentustuðulin verður nevnliga útgoldin lántakaranum 30. desember. Sostatt verður lántakarin kanska ikki varugur við manglandi rentustuðulin fyrr enn fyrst í januar mánaði, og tá er longu ov seint at søkja. Dánjal Joensen heldur tað vera sera óheppið, at Toll- og Skattstovan onga fráboðanarskyldu hevur hesum viðvíkjandi, men at skipanin bert strikar stuðulin uttan víðari. Í Sparikassanum hava vit roynt at funnið tey lán fram, sum eru upprættað í ár, fyri at kanna, um hesi eru um at raka - ella hava rakt - rentuloftið, soleiðis at kundin kann lata neyðugu umsóknarbløðini inn rættstundis. Hetta er tó eingin trygd hjá øllum lántakarunum, og í seinasta enda er tað lántakarin, sum stendur við ábyrgdini fyri, at hetta verður gjørt, sigur Dánjal Joensen. Upp móti milliónini Sostatt munnu hyggjuráðini vera at lántakarar sjálvir kanna eftir, hvussu nógv tey fáa útgoldið í rentustuðuli. Er henda upphædd í ár á leið 2.400 um mánaðin ella hægri, verður loftið allar helst rakt innan árslok, og so er neyðugt at senda umsóknarblað inn. Henda upphædd svarar á leið til eitt lán upp á góðar 900.000 kr. Verður hetta ikki gjørt innan árslok, fellur rætturin til rentustuðul burtur, og kann hetta merkja, at januar mánaði verður somu 2.400 kr. - ella meira - fátækari at koma ígjøgnum. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Rentustuðulin fellur Sammett við ársbyrjan í fjør, verður tað komandi ár úti við 1.000 kr. dýrari um mánaðin at hava sethús. Hægri oljuprísir og renta, umframt lægri rentustuðul eru høvuðsorsøkirnar til hetta rentustuðul Sum um høgu oljuprísirnir ikki vóru nóg tung byrða hjá sethúsaeigarum, so lækkar rentustuðulin frá 1. januar at rokna. Har afturat kemur eisini, at rentan seinasta árið er hækkað við einum prosentstigið hjá teimum, sum hava seriulán, meðan talan er um trýkvart prosent hjá teimum, sum hava annuitetslán. Lækkingin er lógarfest Sum so er tað einki óvæntað í tí, at rentustuðulin nú lækkar, tí hetta hevur alla tíðina verið lógarfest. Í lógini um rentustuðulin verður sagt, at frá og við ár 2001 at rokna verður hesin lækkaður, soleiðis at hann í ár 2003 er komin niður á 40%. Rentustuðulin hevur fram til í ár verið 48%. Umframt at rentustuðulin nú lækkar, er rentan av sethúsalánum, sum nevnt omanfyri, eisini hækkað í árinum, soleiðis at tað í 2001 verður dýrari at hava sethúsalán. Niðanfyri er sett upp ein lítil talva, sum sýnir, hvørja ávirkan hetta fær, um skuldin í sethúsunum er 500.000. Viðmerkjast skal, at roknað er ikki við avdráttum ígjøgnum árið, so talvan sýnir bert á leið, hvørja meirútreiðslu talan er um. 2000 2001 Renta 27.500,00 32.500,00 Rentustuðul -13.200,00 -14.300,00 At gjalda 14.300,00 18.200,00 Gjald pr. mánað 1.191,67 1.516,67 Sum tað framgongur av talvuni, so verður tað komandi ár á góðar 300 kr. dýrari um mánaðin hjá einum sethúsaeigara, við skuld upp á hálva millión. Har umframt eru eisini onnur viðurskifti, sum gera tilveruna hjá hesum dýrari. eitt nú er oljuprísurin hækkaður somikið nógv seinasta hálva annað árið, at verður hendan hækkanin íroknað, hevur sethúsaeigarin nærum ein túsundkrónu seðil minni at liva fyri um mánaðin. Er íroknað Sum nevnt, so hevur tað alla tíðina verið greitt, at rentustuðulin fór at minka, og hetta hava sethúsakeyparar eisini verið kunnaðir um, verður sagt úr peningastovnunum. Dánjal Joensen, deildarleiðari í Sparikassanum sigur við Sosialin, at tá lán verða veitt, fær lánveitarin samstundis eitt yvirlit yvir, hvussu nógv verður at gjald í rentum og avdráttum komandi árini. Her verður víst, hvussu nógv skal gjaldast á hvørjum ári, og í hesum talvum er innroknað, at rentustuðulin fer at falla komandi árið, sigur Dánjal Joensen. Myndatekstur: Í mun til ár 2000 verður tað í 2001 úti við 1.000 kr. dýrari um mánaðin at hava sethús, um skuldin liggur um hálva mió.kr. John Johannessen - john@sosialurin.fo Lógarbroyting skal gera føroyskt til tjóðarmál Jóannes Eidesgaard vil hava grein 11 í heimastýrislógini broytta, soleiðis at hon staðfestir, at Føroyskt er tjóðarmál í Føroyum Formaður Javnaðarfloksins ætlar sær nú at fáa staðfest við lóg, at føroyskt er tjóðarmálið í Føroyum. Hetta ætlar Jóannes Eidesgaard skal gerast við at broyta grein 11 í heimastýrislógini, soleiðis at har kemur at standa >>Føroyskt er tjóðarmál í Føroyum<< í staðin fyri >> Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum<<. Tí hevur Jóannes Eidesgaard lagt eitt uppskot til samtyktar fyri tingið, um at heita á landsstýrið um at taka upp samráðingar við donsku stjórina um at fáa hesa broyting framda í verki. Staðfest minnilutamál Føroyska málið er í dag staðfest at vera eitt minnilutamál. Hetta hendi, tá danski uttanríkisráðharrin góðkendi evropeiska sáttmálan um minniluta- og landspartamál. Áðrenn hetta varð gjørt, heittu føroyingar á danska uttanríkisráðharran um at skipa soleiðis fyri, at sáttmálim staðfesti føroyskt sum tjóðarmál. Men danski forsætisráðharrin vísti til orðingarnar í grein 11 í heimastýrislógini og staðfesti soleiðis, at føroyskt er høvuðsmál, men at danskt skal lærast væl og viðiliga, og at danskt eins væl og føroyskt kann nýtast í almennum viðurskiftum. Hetta hevur síðani skapt øsing millum politikarar í Føroyum, og Jóannes Eidesgaard er hartaður fyri ikki at hava nýtt sínar heimildir sum fólkatingslimur nóg væl í hesum máli. Besta loysnin Jóannes Eidesgaard staðfestir, at landsstýrið við nýggja sjálvstýrisleistinum ætlar sær at verða verandi í ríkisfelagsskapinum tey fyrstu mongu árini. Tí heldur hann eina broyting í heimastýrislógini vera bestu loysnina at fáa staðfest føroyskt sum tjóðarmál. Sambært Niels Helveg Petersen er tað grein 11, ið bindur. Tí eigur málið at kunna loysast, um grein 11 verður broytt. Hetta er veruliga ein vegur, ið til ber at ganga fyri at fáa málspurningin loystan, sigur Jóannes Eidesgaard. Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at nú má vera liðugt at ilskast um, at føroyska málið varð illa viðfarið, tá evropeiski málsáttmálin varð gjørdur. Hann vísir á, at politikkur má vera at loysa mál í staðin fyri at ilskast, og tí heldur hann, at løgtingið eigur at taka undir við uppskotinum. Tekur løgtingið undir við hesum uppskoti, so rokni eg við, at restin verður ein avgreiðsluspurningur. Eg kann ikki hugsa mær, at danir fara at vera ímóti einari slíkari broyting, sum eitt samt løgting tekur undir við, sigur Jóannes Eidesgaard. Jóannes Eidesgaard hevur ikki spurt seg fyri hjá hinum flokkunum, um teir taka undir við uppskotinum, men hann sigur, at hann vildi mett, at hetta er eitt uppskot, sum tingið kann taka undir við. Drúgv mannagongd Tekur løgtingið undir við uppskotinum hjá Jóannes Eidesgaard, skal tað ígjøgnum eina drúgva mannagongd, áðrenn heimastýrislógin kann verða broytt og føroyskt er staðfest sum tjóðarmál. Fyrst skal landsstýrið fyrireika seg til samráðingar við donsku stjórina. Tá samráðingarnar eru av, skal broytingin leggjast fyri løgtingið á føroyskum og fyri fólkatingið á donskum. Og skal broytingin koma í gildi, skulu bæði fólkatingið og løgtingið samtykkja hana. Verður broytingin samtykt, skal danski uttanríkisráðharrin bera so í bandi, at evropeiska yvirlýsingin verður broytt, soleiðis, at hon staðfestir, at føroyskt er tjóðarmál í Føroyum. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Pensjonistar sleppa ikki undan MVG Pensjónistar fáa ískoyti á fíggjarlógini til olju, sjónvarps- og útvarpsgjald, og tí er eingin ætlan um at sleppa teimum undan at gjalda MVG av hesum 3.387 krónur fáa ávísir pensjonistar um árið frá landinum sum eitt ískoyti til olju, sjonvarps- og útvarpsgjald. Hetta røkkur sambært Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, til MVG'ið fyri hesar tænasturnar, og tí ætlar landsstýrismaðurin ikki at sleppa pensjonistunum undan at gjalda MVG. Hetta sigur landsstýrismaðurin í einum svari uppá fyrispurning frá Heðini Mortensen tingmanni. Sambandstingmaðurin vildi hava at vita, um landsstýrismaðurin tekur undir við, at pensjonistar sleppa undan at gjalda MVG av sjónvarps- og útvarpsgjaldinum og olju og el-orku. Men hóast Karsten Hansen tekur undir við, at nógv eru kroyst fíggjarliga, so tekur hann ikki undir við at sleppa pensjonistunum undan MVG. Hann vísir á viðbótina, sum pensjonistar fáa á fíggjarlógini. Hon er ætlað til júst hetta, og er sambært Karsten Hansen nakað hægri enn MVG-útreiðslurnar. Eitt vanligt húski í Føroyum rindar umleið 3000 krónur um árið í MVG av útvarps- og sjónvarpsgjaldinum og oljuni. Um el-orkan verður tikin við eisini, er MVG'ið umleið 4400 krónur. Hjá pensjonistum eru hesar útreiðslurnar helst nakað lægri, roknar landsstýrismaðurin í vinnumálum við. Hægri viðbót Karsten Hansen kundi kortini hugsað sær, at pensjonistar sleppa lættari á annan hátt. Hann vísir á, at oljuprísurin er so høgur sum ongantíð fyrr, og líkt er ikki til, at hann lækkar. Hann ætlar sær tí at taka stig til, at nakað verður gjørt við hendan trupulleikan. Hóast tað ikki er hansara málsøki, so fer hann kortini at venda sær til landsstýrismannin í almannamálum, Helenu Dam á Neystabø, og biðja hana endurskoða viðbótina, sum pensjonistar fáa á fíggjarlógini. Stendur tað til Karsten Hansen verður viðbótin hækka, so pensjonistarnir fáa betri ráð at gjalda sjónvarps- og útvarpsgjaldið og til at skrúva upp fyri hitanum, tá ið tað gerst ov kalt inni. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo 120-daga reglan skal burtur Hans Pauli Strøm skjýtur upp, at 120-daga reglan á arbeiðsmarknaðinum verður tikin burtur, og at størri fyrilit verður víst teimum, sum gerast sjúk Fólk, sum gerast sjúk ella skadd í longri tíð, skulu ikki blakast til hús og missa møguleikan at koma aftur til arbeiðis. Tað heldur Hans Pauli Strøm, løgtingmaður, sum vil hava landsstýrið at broyta starsfólkalógina, so tann sokallaða 120-daga reglan verður strikað úr lógini. 120-daga reglan ásetir, at ein arbeiðsgevari kann siga einum starvsfólki upp við 1 mánaða freist, um starvsfólkið hevur havt 120 sjúkradagar í einum ári og kortini fingið løn alla hesa tíðina. Hans Pauli Strøm skjýtur upp, at landsstýrið strikar hesa regluna og gevur teimum sjúkrameldaðu ein møguleika afturat. Sum nýggj regla kann verða ásett, at arbeiðsplássið og Almannastovan í felag royna at fyribyrgja uppsøgn og í øðrum lagi, at uppsagnartíðin ikki er styttri enn 4 mánaðir, sigur Hans Pauli Strøm í viðmerkingunum til uppskotið. Sosial ábyrgd Javnaðartingmaðurin sigur, at hendan nýggja reglan í lógini er at skilja sum ein grein um sosiala ábyrgd á arbeiðsplássinum. Almennu arbeiðsgevararnir kunnnu ganga á odda við at skipa eitt sjúkraráð á almennu arbeiðsplássunum, so sleppast undan uppsøgn orsakað av sjúku. Í sjúkraráðnum kunnu sita umboð fyri arbeiðsgevaran, fakfelag ella álitisumboð og ein sosialráðgevi frá Almannastovuni. Uppgávan verður at skipa fyri, at arbeiðsuppgávur og arbeiðstíð verður lagað til brekið hjá tí, sum gerst sjúkrameldaður. Møguleiki eigur eisini at vera fyri vardum starvi hjá teimum, sum eru sjúk í longri tíð, heldur Hans Pauli Strøm. Tingmaðurin sigur, at fólk, sum gerast sjúk, ikki eiga at verða uppsøgd, men í staðin fáa møguleika av varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Tað er ein ógvuslig hending hjá fólki, sum hava havt fast tilknýti til eitt arbeiðspláss í drúgva tíð, og í hesum tíðarskeiði eisini hava bygt upp eina uppsagnarfreist, bara at verða uppsøgd við 1 mánaða freist, um tey gerast sjúk eitt longri tíðarskeið. Fyri tað fyrsta verður tann uppsagnarfreistin, tey annars hava vunnið sær rætt til, tikin frá teimum, tí uppsagnarfreistin í vanligum førum er nógv longri. Fyri tað næsta verða tey koyrd til hús uttan fyrilit fyri teirra egnu støðu, og fyri tað triðja missa tey ikki bara tilknýtið til arbeiðsplássið, men til arbeiðsmarknaðin yvirhøvur, sigur hann í viðmerkingunum. Góðar royndir Hans Pauli Strøm sigur, at onnur lond hava havt góðar royndir av at taka 120-daga regluna úr lógini og í staðin gera eitt sjúkraráð á almennu arbeiðsplássunukm. So leingi 120-daga reglan var galdandi, hevði arbeiðsplássið eina passiva støðu til sjúkrafráveruna og lat standa til. Tá teir 120 dagarnir vóru farnir, vórðu fólk uppsøgd. Nú 120-daga reglan er burtur, og sjúkraráð er skipað á arbeiðsplássinum, verða longu tíðliga í eini sjúkraráveru tikin aktiv stig til at broyta viðurskiftini, sum elvdu til sjúkrafráveruna. Og tað kunnu vera viðurskifti bæði hjá tí sjúka og á arbeiðsplássinum, sigur Hans Pauli Strøm. Tingmaðurin heldur, at tað eigur at vera høvuðstátturin í einum virknum starvsfólkapolitikki - og uppsagnarpolitikki - at skapa fortreytir á arbeiðsplássinum fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi, og tað er tað, sum uppskotið miðar ímóti, sigur hann. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Áttatiárini skulu takast til eftirtektar Løgtingið skal taka frágreiðingina hjá grein 19 nevndini til eftirtektar, heldur formansskapurin í løgtinginum Løgtingið sleppur nú at viðgera drúgvu frágreiðingina hjá grein 19 nevndini um áttatiárini. Í einum uppskoti, sum Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, hevur lagt fram, verður skotið upp, at løgtingið tekur frágreiðingina hjá nevndini til eftirtektar. Hetta merkir, at løgtingið skal viðgera frágreiðingina, sum nevndin handaði løgtinginum í november. Finnbogi Ísakson sigur, at almenningurin eins og allir løgtingsmenn nú hava havt høvi til at lesa frágreiðingina, og nú er tíðin komin til, at løgtingið umrøður frágreiðingina. Ivi hevur verið um, hvussu frágreiðingin skuldi viðgerast, eftir at hon var liðug, og formansskapurin hevur tí gjørt av, at løgtingsformaðurin leggur eitt uppskot til samtyktar fyri løgtingið. Verður uppskotið samtykt, so hevur løgtingið tikið frágreiðingina til eftirtektar, men tað er ikki greitt, um frágreiðingin á annan hátt avleiðingar. Grein 19 nevndin varð sett í 1995 at kanna møguligar óregluligar politiskar og umsitingarligar avgerðir í áttatiárunum, og niðurstøðan hjá nevndini er millum annað, at politiska leiðslan svek, týðandi eftirlit sveik, at politiski og umsitingarligi førleikin als ikki var nøktandi, og at góð ráð ikki vórðu fylgd. Grein 19 nevndin staðfestir, at umleið tíggju ár skuldu ganga áðrenn politikarar sóu, hvussu galið tað var, men tá var ov seint - samfelagsskútan sigldi á land. Tað er ikki greitt enn, nær løgtingið fer undir fyrstu viðgerð av uppskotinum hjá løgtingsformanninum. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Landshúsarhaldið dýrkar Desember mánaður gerst dýrur fyri landskassan. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum bað týsdagin løgtingið um 21 milliónir krónur í eykajáttan Oljan hevur verið óvanliga dýr hetta árið, og hetta rakar ikki bara vanliga húsarhaldið. Landshúsarhaldið brúkar eisini olju, og hetta hevur økt munandi um útreiðslurnar hjá almennum stovnum. Ein partur av teimum 21 milliónunum, sum Karsten Hansen týsdagin bað løgtingið játta, fer til meirútreiðslur í samband við dýru oljuna. Øll trý sjúkrahúsini skulu hava ein part av pengunum, tí útreiðslurnar til olju eru øktar, Magnus Heinason hevur eisini merkt dýra oljuprísin, og ikki minst Strandferðslan, sum fær eina eykajáttan uppá 1,3 milliónir krónur. Eldrarøkt og pensjónir Ein stórur partur av pengunum í eykajáttanarlógini skulu kortini brúkast til lógarbundnar útreiðslur. Landið og kommunurnar býta ikki longur útreiðslurnar á almannaøkinum millum sín. Frá 1. juli í ár hevur landið borið allan kostnaðin av hesum økinum, og afturfyri hava kommunurnar borið allan kostnaðin av barnaansingarøkinum. Hetta dýrkar í fyrsta umfarið nógv um almannaútreiðslurnar. Meira enn 11 milliónir skulu játtast til eldrarøkt og somuleiðis 11 milliónir til fólkapensjónir. Harumframt gerst vanliga forsorgin umleið tríggjar milliónir dýrari fyri landskassan. Tilsamans ber hendan broytingin í sær ein meirkostnað fyri landskassan uppá 32 milliónir krónur. Aftur í kassan Men umleið 26 milliónir krónur koma aftur í kassan, tí landið skal ikki gjalda kommununum endurgjald fyri barnaansingina. Játtanin til dagstovnar verður tí lækkað 25,8 milliónir krónur. Eitt annað stórt tal í eykajáttanini fyri desember eru útreiðslurnar til rentustuðul. Rentan er hækkað fleiri ferðir í ár, og tí verður eisini neyðugt við hægri játtan til rentustuðul. Karsten Hansen hevur tí biðið løgtingið um góðar seks milliónir krónur afturat til rentustuðul. Samlaðu eykajáttanirnar higartil í ár hava verið 116,4 mió. kr. Løgtingið skal viðgera eykajáttanarlógina fyri desember á tingfundinum í dag. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Bíligari at ættleiða Ein samd trivnaðarnevnd tekur undir við uppskotinum um at hækka stuðulin til teirra, sum ættleiða børn Uppskotið hjá Kristian Magnussen um at hækka ættleiðingarstuðulin úr 15.000 upp í 50.000 krónur fær stuðul frá øllum limunum í trivnaðarnevndini. Ein samd nevnd mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið, tá ið tað kemur til aðru viðgerð á tingfundinum í dag. Kristian Magnussen vísir í uppskotinum á, at tað ofta er trupult hjá teimum, sum vilja ættleiða, at fáa peningin til vega. Tað kostar millum 60.000 og 100.000 kronur at ættleiða eitt barn. Samfelagið rindar allan kostnaðin fyri viðgerð fyri barnloysi, og hetta kostar umleið 80.000 krónur. Samstundis letur tað almenna bert 15.000 krónur í ættleiðingarstuðulil. At javna hendan munin fer at betra um møguleikarnar hjá barnleysum at meta ættleiðing sum eitt náttúrligt val, heldur Kristian Magnussen, og líkt er til, at løgtingið fer at taka undir við honum í hesum sjónarmiðnum. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Formaður í triðings øld Óli Jacobsen heldur fram sum formaður í Føroya Fiskimannafelag enn eitt valskeið Tá Óli Jacobsen tekur við aftur einum nýggjum formansskeiði í Føroya Fiskimannafelag 1. februar komandi ár, hevur hann sitið í sessinum í 30 ár. Eftir komandi trý ára skeiðið hevur hann sostatt sitið sum fiskimannaformaður í eina triðings øld. Hetta tíðarskeiðið er ein triðingur av livialdrinum hjá Fiskimannafelagnum, sum verður 100 ár komandi ár. Og tað er samstundis nógv tað longsta, ein einstakur formaður hevur sitið. Óli Jacobsen er 57 ára gamal og ættaður úr Gøtu. Hann er giftur við Kirstin, f. Nielsen av Eiði, og tey eiga fýra børn. Eina dóttir, sum er elst, og tríggjar synir. Óli er nú fakfelagsformaður hjá elsta soninum, sum er vorðin fiskimaður. Formansvalið í Fiskimannafelagnum gongur yvir longri tíð, væl at merkja, um meira enn eitt valevni er. Hesaferð var einki annað valevnið uppstillað, tá freistin var úti 4. december, og tí var longu tá greitt, at Óli Jacobsen fór at halda fram sum formaður. Varð val, hevði tíðarskeiðið, veljast kundi, verið frá hálvum december til seinast í januar. Á skristvouni hjá Føroya Fiskimannafelag starvast, umframt formannin, tvey skrivstovufólk í føstum starvi. Í løtuni er eitt triðja fyribilsstarv. Umframt er so blaðstjórin á FF Blaðnum, sum heldur til á Bryggjubakka, men arbeiðir við blaðnum burturav. Óli Jacobsen hevur sum formaður í Føroya Fiskimanafelag eisini fingið altjóða álitisstørv litin til. Hann hevur í fleiri ár verið formaður í fiskimannadeildini hjá altjóða flutningsarbeiðarafelagsskapinum, ITF. Í hesum sambandið hevur hann einaferð verið úti fyri at virka sum eitt slag av semingsmanni millum bretsk og argentisk áhugamál á einum fundi í Fraklandi eftir Falklandskríggið fyrst í áttatiárunum. Annars hevur Óli eisini lutikið aktivt í føroyskum politikki. Hann var eina tíð tingmaður fyri Javnaðarflokkin, umframt at hann hevur verið tingmaður, og í tveimum skiftum landsstýrismaður, fyri Verkamannafylkingina. Óli Jacobsen hevur ikki nakað fast frítíðarítriv sum so. Hnn gongur eitt sindur í kvøldskúla soleiðis av og á. Hevur millum annað lært seg eitt sindur av russiskum. Frítíðina roynir hann at brúka saman við familjuni. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Jólasølustevna á Kambsdali Jólasølustevna verður um vikuskiftið á Kambsdali. Á skránni verða millum annað mótasýning og klovnar, sum fara at undirhalda børnunum Leygardagin níggjunda, og sunnudagin tíggjunda december skipar ÍF fyri jólasølustevnu í ítróttarhøllini á Kambsdali. Latið verður upp leygardagin klokkan 14, og Dan Reinert Petersen, løgtingsmaður, setir stevnuna klokkan 15. Á skránni verða millum annað klovnar, sum fara at undirhalda leygardagin, og Trøllapætur kemur at vitja sunnudagin. Eisini verður harmonikuspæl at hoyra, har fuglfirðingar fara at spæla. Sunnudagin verða vísusangarar úr Klaksvík og kór úr Fuglafirði at hoyra á stevnuni. Eisini verða mótasýningar. Sýningarnar verða báðar dagarnar klokkan 16 og klokkan 20. Á seinnu sýningini báðar dagarnar verða millum annað undirklæði sýnd fram, siga fyrireikararnir. Luttakandi handlarnir eru úr Klaksvík, Havn, Vestmanna og úr Eysturuynni. Skipað verður fyri barnaansing, meðan stevnan er. Tað vera pedagognæmingar, sum fara at átaka sær at ansa børnum, meðan foreldrini hyggja seg um. Ongum nýtist at ganga svangur á stevnuni. Pizzaria úr Runavík fer at vera á sjálvari stevnuni, umframt at cafeteria í høllini verður opið, har millum annað ber til at keypa smurt breyð. Sí annars lýsing aðrastaðni í blaðnum Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Harry Williams farin Sergeant Harry Williams RAP andaðist í Norwich í Englandi fríggjadagin 1. december. Hann var 92 ára gamal Harry Williams var tann einasti av manningini upp á seks mans, sum yvirlivdi flogvanlukkuna á Nakkinum í november 1942. Hendingin er lýst í sjónvarpssending, sum varð endursend fyri stuttum. Harry Williams og konan Ella vitjaðu á Tvøroyri, tá tey høvdu gullbrúdleyp í 1989. Eftir ta vitjanina søgdu tey, at hetta var besta vitjan teirra, og at tvørafólk vóru serstakliga blíð. Hjúnini Williams hava seinnu árini búð hjá eini dóttir í Norwich, har tey eisini í fjør hildu diamantbrúdleyp. Harry Williams hevur verið frískur og ferðugur alla tíðina hóast høga aldurin. Um miðan november var hann so óheppin at detta og bróta beinið. Hann varð lagdur undir skurð, men kláraði ikki hetta fallið, og andaðist 1. december. Harry Williams fer til gravar í Norwich leygardagin 9. december. Rættilig gongd komin á Skeiðsdepilin á Langasandi, ið fór undir virki sítt fyri góðum ári síðani, í september 1999, hevur nú so nógvar skeiðsrøðir, at nýggjar fáa valla byrjað fyrr enn komandi vár. Samanlagt eru tríggjar í vikuskiftum, t.e. fríggjakvøld til sunnudagar, og tvær í miðvikum, t.e. týskvøld til hósdagar. Flestu skeiðini eru skipað í 6 vikuskifti ella miðvikur, t.e. á leið eitt um mánaðin; men onkur fevna um átta ferðir. Sostatt eru at kalla øll vikuskifti og fleiri miðvikur longu bundin hetta til mars/apríl. Tó ber til at taka einstakar bólkar, t.e. 6-10 fólk, á skeið aftur frá februar 2001. Lærugreinir Skeiðini, ið byrjað eru ella byrja nú, eru hesi: eitt skeið, ið eitur >>Føroyskt í fyri- og umsiting<<, eitt fyri danir, ið vilja ella hava tørv á at læra føroyskt, tvey framhaldsskeið í enskum og eitt hægri skeið í enskum. Luttakarar hava annaðhvørt teknað seg einsæris ella í bólkum og í summum førum eru tað stovnar ella fyritøkur, sum hava biðið um skeiðsrøðir til starvsfólk. Sum er, verða 28 skeið hildin hetta til út á várið; eingi av hesum eru stakskeið, ið bert vara eitt vikuskifti, eina miðviku ella viku; men øll eru skipað í røðir, har luttakararnir koma á skeið 6-8 ferðir komandi hálva árið. Frálæran Fimm lærarafólk við ymiskum og fjølbroyttum bakstøði og fortreytum hava skeiðini í føroyskum; og hesi eru Sjúrður Ferjá, Álvur Enni, Rúni Bjarkhamar, Snæbjørn í Dali og Tórður Jóansson. Í enskum eru lærarafólkini seks í tali, somuleiðis við fjølbroyttum bakstøði og úr ymiskum londum, eitt nú Bretlandi, Avstralia og Filipsoyggjunum; og tey eru: Sue Philbrow, Alex Ocampo, Natascha Johannesen, Jacqueline Skúvadal, Ernst S. Olsen og Tórður Jóansson. Skeiðsleiðari er Tórður Jóansson og umsitingarleiðari á Skeiðsdeplinum er Jan Slættalíð. - Heimasíðan er: www.depilin.fo Evnisdagur um starvsfólkapolitikk 15. nov. skipaði Løgmansskrivstovan fyri evnisdegi um starvsfólkapolitikk. Umleið 100 fólk luttóku henda dagin, sum var fyri leiðarar og starvsfólk, ið arbeiða við starvsfólkaviðurskiftum í landsfyrisitingini. Yrkisfeløg og aðrir áhugabólkar vísti hesum tiltaki sera stóran áhuga og Løgmansskrivstovan hevur tí avgjørt, at skipa fyri einum líknandi degi komandi ár. Høgni Hoydal, varaløgmaður byrjaði evnisdagin og umrøddi týdningin av at hava starvsfólkapolitikk á almennu arbeiðsplássunum. Síðan vóru framløgur um gongdina í starvsfólkapolitikkinum og um løgfrøðiligu støðuna hjá starvsfólkapolitikkinum. Harumframt vóru nøkur lyklatøl løgd fram, úr fyrstu frágreiðingini, sum er gjørd um starvsfólkapolitisku viðurskiftini í landsfyrisitingini. Høvuðsdentur vaðr lagdur á at viðgera íverksetanina av starvsfólkapolitikkinum og arbeitt var í bólkum bæði fyrrapartin og seinnapartin. Tosað varð dúgliga um nyttuna av starvsfólkapolitikkinum og luttakararnir høvdu nógv góð hugskot um, hvussu starvsfólkapolitikkurin kann blíva meira útbreiddur. Sum eitt úrslit av evnisdegnum, hevur starvsfólkapolitikknevndin avrátt at seta fýra arbeiðsbólkar. Teir skulu arbeiða við at fyrireika: Skeið og kunnandi fundir um starvsfólkasamrøður Samskipan og fyrisiting av starvsfólkapolitikkinum Kunning Heimasíðu um starvsfólkapolitikk. Bók um Ingálv av Reyni ávegis Onnur og økta útgáva Ingálvur av Reyni er uppreistrarmaðurin í føroyskari málningalist og stríðist einvíst ímóti, at myndin gert ov pen. Málningurin skal herja á, revsa og bróta niður, og listamaðurin vil vera við, at gongst ov væl at selja, so er okkurt galið. Somuleiðis mást tú aldrin vera nøgdur, tí so kanst tú líka so gjarna halda uppat. Tí tá ert tú deyður kortini. Fyrra útgávan av bókini um Ingálv av Reyni kom í 1989, men av tí at filmirnir eru blivnir burtur, hava vit nýtt høvi til at gera eina nýggja og broytta útgávu. Meginparturin av myndunum eru tær somu, men fotograferaðar av nýggjum, og so er komið fitt av seinni myndum aftrat. Strikumyndirnar eru somuleiðis í høvuðsheitum nýggjar. Teksturin hjá Gunnari Hoydal er kortini tann sami, men dagførdur og á trimum málum: føroyskum, donskum og enskum. Bókin er innbundin og við vakrari leysakápu. Lagt til rættis hava Amariel Norðoy, Dorthe Juul Myhre og Jógvan Isaksen. Um sína strevan, ið hevur staðið við í einar tveir mansaldrar, sigur Ingálvur av Reyni: >>Eg royni at koma fram til og finna tað bestemta bílætið, sum eg en ongantíð havi evnað at gjørt. Kanska eg upplivi tað. Kanska ikki.<< Bókin um Ingálv av Reyni kemur í bókabúðirnar seinast í næstu viku og kostar kr. 380. Til Føroya Løgting Viðvíkjandi íbúðartørvinum hjá fólkum, ið hava brek Undirritaðu feløg - Javni og Sinnisbati, vilja við hesum venda okkum til avvarðandi landsins myndugleikar viðvíkjandi íbúðartørvinum hjá teimum bólkum, sum vit varða av, - nevniliga teimum fólkum, ið eru menningartarnað og sálarliga sjúk. Vit vilja fyrst og fremst vísa til hjáløgdu skjøl, sum hvør í sínum lagi lýsa tørvin á økinum. Afturat hesum vilja vit føra fram: At vit ynskja ein miðvísan almannan bústaðarpolitikk, fyri fólk við breki. Vit meta tað vera sera umráðandi, at almennu myndugleikarnir í Føroyum seta út í kortið ein almannan politikk á hesum øki. Tað er skyldan hjá einum og hvørjum samfelag so frægt, sum tað er gjørligt at tryggja øllum borgarum landsins somu íbúðarmøguleikar. Tá talan er um hesar nevndu bólkar krevst ein serlig tillaging frá øllum. Javni og Sinnisbati - sum varða av teimum, ið eru menningartarnað og sálarliga sjúk hava gjørt og vilja fegin gera okkara part, men hetta okkara virksemi kann geva best møguligt úrslit, uttan at hetta verður gjørt, sum ein partur av einum miðvísum politikki á økinum, - sum tað er ábyrgdin hjá politisku myndugleikunum at skipa fyri. Vit meta tað fyrst og fremst at vera umráðandi, at politikkurin hevur til endamáls, at flest møgulig í størst møguligan mun kunnu sleppa at hava eina tilveru uttanfyri almenna sjúkrahús- og røktarumhvørvið. Tørvurin á økinum kann í stuttum gerast upp í fýra stigum: 1. Neyðugt er við stovnum har tey brekaðu, ið hava tørv á tí, kunnu verða >>slúsað<< út til eina vanliga tilveru. Hesir stovnar skulu tískil metast at vera >>eitt stig á leiðini<<, har viðkomandi kunnu vera eina tíð, meðan tey verða lagað til vanligu tilveruna. 2. Neyðugt er við stovnum til tey, sum eru ov væl fyri til at vera í almanna >>systeminum<<, men sum tó ikki eru nóg birg til at klára seg uttan røkt. Her eiga at vera møguleikar, eftir tørvinum hjá tí einstaka menniskjanum, so sum sambýlir ella røktarheim fyri sálarliga sjúk. 3. Aftur hesum er neyðugt at útvega íbúðir til tey, sum kunnu klára seg einsamøll, men sum tó kunnu hava trupulleikar við at útvega sær íbúð á vanliga íbúðarmarknaðinum. 4. Tann í hjáløgdu skjølum vísti tørvurin á íbúðum ella sambýlum talar fyri seg, hvønn tørv sum fólk ið menningartarnað og onnur við serligum tørvi hava. Sum ein meginregla eiga vit at siga, at ein bústaður til fólk, ið hava brek eigur at vera á sama støði, sum onnur fólk í samfelagnum hava, men eisini eigur bústaðurin at vera tillagaður til tann tørv, sum tann einstaki hevur. Ódýrari skipan Tað er greitt, at hetta mál eisini hevur eina fíggjarliga síðu. Men hon er ikki so ræðandi, sum ein kundi hugsað sær. Fyrst er at siga, at her er peningur at spara. Tað er greitt, at tað er munandi bíligari at lata fólk búgva á stovnum uttanfyri almennu skipanina, enn at tey eru innløgd á sjúkrahúsið ella almennu røktarskipanina. At útvega stovnar vil í fyrsta umfari kosta pening. Men sum tað verður víst í hjáløgdu skjølum eru ymiskir fíggjarmøguleikar, ið gera, at meira fæst fyri eina játtan á fíggjarlógini enn fólk annars kann ímynda sær. Vit vilja fegin ásanna, at í teirri støðu sum vit vóru í fyrst í 90 unum, máttu vit lata okkum lynda, at tað varð spart á hesum øki sum á øðrum økjum. Men nú er fíggjarliga støðan broytt. Enn hava vit ikki merkt nakað til hetta á okkara øki Áheitan! Javni og Sinnisbati vilja við hesum venda okkum til allar almennar myndugleikar við inniligari áheitan, um at tað verður sett ein munandi peningaupphædd á fíggjarlógina í ár 2001. Okkum er altíð vístur ein góður vilji frá politikkarunum, men tann góði viljin einsamallur er ikki nóg mikið - tað er nú einaferð pengum vit hava tørv á! Feløgini eri til eina og hvørja tíð til reiðar at greiða nærri frá okkara sjónarmiðum og grundgevingum. Tí vóna vit at frætta skjótt aftur. Virðingarmest Javni Diana í Puntabyrgi, form. Sinnisbati Svenning á Lofti, form. Vaksandi fiskivinnusamstarv millum Føroyar og Grønland Árligu fiskivinnusamráðingarnar millum Føroyar og Grønland vóru í Keypmannahavn í døgunum 27.-28. november 2000. Partarnir endurskoðaðu fiskiveiðiavtaluna fyri 2000 og komu ásamt um, at fyri 2001 kunnu føroysk skip fiska 3.400 tons av uppsjóvar kongafiski burturav felags Føroyar/Grønland NEAFC-kvotuni í Irmingarhavinum ella í grønlendskum sjógvi. Grønlendsk skip kunnu fiska 2000 tons av norðhavssild burturav føroysku strandalanda kvotuni í føroyskum sjógvi ella í altjóða øki. Henda nøgd kann eisini verða fiskað við Jan Mayen, um Noreg og Grønland semjast um tað, og verða avreidd í Føroyum. Partarnir vóru samdir at halda áfram royndarveiðu í ávikavist grønlendskum og føroyskum sjóøki soleiðis, at føroysk skip kunnu fiska við troli ella línu 150 tons av svartkalva í Vesturgrønlandi norðanfyri 68 stig N. Eisini kunnu upp til 3 skip í senn fiska við troli ella línu eftir toski, brosmu og steinbíti í Eysturgrønlandi í upp til 100 fiskidagar tilsamans. Hjáveiðan av kalva og svartkalva er sett til 100 tons tilsamans. Ein grønlendskur trolari kann fiska upp til 250 tons av botnfiski í føroyskum sjógvi á uttaru fiskidagaleiðini. Hjáveiðan av toski og hýsu kann í mesta lagi verða 30% av botnfiskaveiðuni. Eisini kann eitt grønlendskt skip royndarveiða eftir krabba á ytru fiskidagaleiðini. Grønland fær 300 tons av makreli í føroyskum sjógvi. Partarnir komu ásamt um, at tað aftur í 2001 skal verða møguligt at býta fiskidagar eftir rækjum á NAFO-økinum, og at um Grønland hevur lodnu eftir í Eysturgrønlandi, so skal tað verða møguligt hjá føroyskum skipum at keypa burturav hesi. Eisini kunnu føroysk skip fiska 50% av teirra íslendsku lodnukvotu í grønlendskum sjógvi. Eins og undanfarna ár skal tað verða møguligt hjá føroyskum verksmiðjuskipum at taka ímóti fiski í Grønlandi, um toskafiskiskapurin skuldi byrja aftur, og um grønlendsk virkir ikki fáa tikið ímóti. Partarnir eru samdir um at virka fyri vaksandi fiskivinnusamstarvi í vinnuni hjá báðum londunum. Partarnir umrøddu samstarvið í NAFO, NEAFC og í norðurlanda høpi. Eisini varð ætlanin um eina trílandaavtalu millum Føroyar-Grønland og Ísland umrødd, herundir at halda áfram við felags kanningum av kongafiskinum í Irmingarhavinum. UM EXIT-POLL KANNINGA SUM VARÐ GJØRD Í SAMBAND VIÐ BÝRÁÐSVALIÐ Í TÓRSHAVN 21. NOVEMBER 2000 2 S í Studentaskúlanum í Hoydølum og Beinta í Jákupsstovu: Kanningin kom knappliga í lag aftan á fund í javnstøðunevndini 19. November 2000. Turid Debes Hentze, sum er forkvinna í javnstøðunevndini, spurdi Holger Arnbjerg og Beintu í Jákupsstovu um til bar at fáa tøl, sum kundu verða grundarlag fyri einum kjaki fram móti næsta løgtingsvali. Á løgtingi og í bý- og bygdaráðum eru lutfalsliga nógv færri kvinnur enn menn, og javnstøðunevndin vil arbeiða fyri at rætta upp á skeivleikan. Holger Arnbjerg sá hetta sum eitt høvi til at geva sínum næmingum í samfelagsfrøði eina spennandi arbeiðsuppgávu, og Beinta í Jákupsstovu vil fegin hava tøl sum lýsa politiska systemið í føroyskum lokalpolitikki. Tá tað varð avgjørt at gera eina exit poll kanning, vísti tað seg, at Útvarp Føroya vildi gjalda næmingunum fyri at fáa úrslit frá kanningini sama kvøld, meðan bíðað varð eftir endaligu úrslitunum. Væl gekk í lag. Vit gjørdu eitt einfalt spurnaðarblað við fýra spurningum, Næmingarnir savnaðu inn ikki minni enn 5205 spurnaðarbløð. Kl 20 kom ein fyribils forsøgn, tá 3.600 svar vóru skrásett, og alt var liðugt talt kl 21. Hvussu samsvaraðu so okkara tøl við valúrslitini? Talva 1 vísir, at okkara forsagnir vóru beinari enn tann, sum sjónvarpið kom við seinni um kvøldið. 13 býráðslimir skuldu veljast, og vit vistu hvørjir flokkar sum skuldu hava teir 12, men okkara tøl bendu á, at tað var tjóðveldisflokkurin, sum skuldi hava 13. umboðið (sí talva 2a). Sum kunnugt varð tað sambandsflokkurin, sum fekk mannin (sí talva 2 b). Ikki kann sigast, at stórur skeivleiki er í okkara tølum í mun til endaliga úrslitið. Men tveir munir mugu nevnast: Sum talva 1 vísir, vóru tað bara 20,6 % av okkara svargevarum, sum søgdu at atkvøðan fór til sambandið; tað rætta var 25 %. Og meðan 28 % av teimum, sum settu kross á spurnaðarblaðið, søgdu seg at hava valt eina kvinnu, vísir talva 3, at endaliga úrslitið var bara 25 %. Men tendensurin var klárur: Vit vistu kl 21, at sjálvstýrisflokkurin og miðflokkurin eftir øllum at døma ikki fingu nakran valdan, og at javnaðarflokkurin ikki fór at fáa so góða umboðan sum hinir tríggir stóru flokkarnir. Vit fingu eisini klárar ábendingar á, at færri fóru at velja kvinnur enn við valið í 1996, tá 33,7 % av øllum atkvøðum fóru til kvinnur. Sum talva 3 vísir, vóru tað í ár bara 25% av veljarunum, sum settu kross við eina kvinnu. Eitt sera áhugavert úrslit, sum var klárt longu valkvøldið, var at meðan 40 % av kvinnum valdu kvinnur, vóru tað bert 15 %, ella ein av átta monnum, sum settu kross við eina kvinnu. Taltilfarið kann geva hópin av øðrum áhugaverdum upplýsingum um veljaramynstrið. Vit fara at fjølmiðla fleiri upplýsingar, so hvørt fleiri tøl liggja fyri. Talva 1: Samanbering millum Exit poll úrslitini og veruligt úrslit: Politiskir flokkar Exit poll Atkvøður Exit poll prosent Exit poll mandat Veruligt úrslit atkvøður Veruligt úrslit prosent Veruligt úrslit Mandat A. Fólkaflokkur 1317 25,3 4 2387 25,4 4 B. Sambandsfl. 1072 20,6 3 2353 25,0 4 C. Javnaðarfl. 820 15,8 2 1438 15,3 2 D. Sjálvstýrisfl. 248 4,8 0 479 5,1 0 E.Tjóðveldisfl. 1302 25,1 4 2253 24,0 3 H. Miðflokkurin 254 4,9 0 488 5,2 0 Svarar ikki 187 3,6 til saman 5205 100,0 9398 100,0 13 Í Exit poll kanningini fær tjóðveldisflokkurin 4 umboð, og sambandsflokkurin 3. Endaliga úrslitið varð, at sambandsflokkurin fekk 4, tjóðveldisflokkurin 3. Sum talva 5b vísir, fekk sambandsflokkurin 13. mannin, og bert 25 atkvøður vóru tá millum sambandsflokkin og tjóðveldisflokkin. Talva 2 a: Útrokning av mandatum, Exit poll: Flokkur Valúrslit 1:2 1:3 1:4 A 1317 1 658 5 437 8 329 12 B 1072 3 536 7 357 11 268 C 820 4 410 10 273 D 248 E 1308 2 654 6 436 9 327 13 H 254 Talva 2 b: Útrokning av mandatum, Endaligt úrslit Flokkur Valúrslit 1:2 1:3 1:4 A 2387 1 1194 5 796 8 597 12 B 2353 2 1177 6 784 9 588 13 C 1438 4 719 11 479 D 479 E 2253 3 1127 7 751 10 563 H 488 Talva 3: Prosentbýti uppstilling, atkvøður og vald, kvinnur og menn 1972 - 2000 Ár Uppstillaðar kvinnur % Atkvøður til menn % Atkvøður til kvinnur % Úrslit av valinum Kvinnur í býráðnum % 1972 10,9 90,5 6,6 0 1976 12,0 90,4 6,9 0 1980 21,5 84,7 12,5 0 1984 31,5 80,3 16,1 7,7 1988 31,3 74,2 24,1 23,1 1992 24,7 69,3 28,5 30,8 1996 20,2 64,1 33,7 23,1 2000 25,6 72,0 25,1 23,1 Exit poll - kanningin: 28,0 % atkvøður til kvinnur og 66,0 % atkvøður til menn Talva 4: Býráðslimir 1972 - 2000 1972 1976 1980 1984 1988 1992 1996 2000 Heðin Mortensen uf/smb Petur í Gong uf Leivur Johannesen jvf Eliesar Arge ffl Jákup Suni Jacobsen jvf FinnurJohansen tjv Ólavur Michelsen tjv Petur Christiansen ffl Sofus Sivertsen smb Børge Persson uf Heini Olsen sjf Kjartan Mohr fr Martin Petersen smb Ingi Mohr uf/ffl Petur F.Christiansen smb Dánjal Larsen uf Kári Thorsteinsson ffl Ebbe Mortensen sjf Arnstein Niclasen ffl Poul Michelsen ffl Ronald Poulsen sjf Zakarias Wang tjv Jan Christiansen ffl 1. kvinna LISBETH PETERSEN smb Páll Petersen ffl Torfinn Smith jfl 2. kvinna KRISTIANNA REIN tjv Leivur Hansen tjv 3. kvinna KATRIN DAHL ffl Svend Aage Anderse jfl Schumann Hjaltalin smb 4. kvinna ELIN LINDENSKOV jfl Klæmint Olsen tjv Kai Leo Johannesen smb Jákup Suni Joensen ffl Bjarti Mohr ffl Sjúrður Olsen ffl Høgni Mikkelsen smb BEATE L. SAMUELSEN smb Jógvan Arge tjv HILDUR EYÐUNSDÓTTIRtjv 1972 1976 1980 1984 1988 1992 1996 2000 íalt: 41 býráðslimir Talva 5: Borgari við valrætti -> uppstillað - > sess í býráðnum: Danmark* Finland* Noreg* Svøríki* Tórshavn 1972 Tórshavn 2000 Prosent uppstillað av teimum, ið hava vælrætt 0,62 1,89 3,30 0,90 1,92 0,69 Prosent vald av teimum við atkvöðurætti 0,12 0,36 0,45 0,21 0,21 0,10 Tølini frá Danmark, Finlandi, Noregi og Svøríki eru frá fyrst í 1990unum Talva : 6 Veljarafjøldin í Tórshavnar kommunu: Luttøkuprosent til valið: 1972: 6.196 69,5 % 1976: 6.904 69,6 % 1980: 7.240 73,2 % 1984: 9.309 75,8 % 1988: 10.438 75,0 % 1992: 10.201 65,3 % 1996: 10.921 66,6 % 2000: 12.571 74,8 % Keldur: Beinta í Jákupsstovu: "Kvinner ingen adgang? Rekruttering av kvinner til bystyret i Tórshavn 1972- 1992." Norsk Statsvitenskapelig Tidsskrift 1/96. Valprotokollin fyri 1996, Tórshavnar kommuna; Dimmalætting 23.11.2000 Helge O. Larsen og Audun Offerdal: Demokrati og deltakelse i kommunene: norsk lokalpolitikk i nordisk lys. Kommuneforlaget 1994 Mannbjørn Jacobsen Fullveldi, so samráðing Við seinastu samráðing millum føroyska landstýri og donsku stjórnina, umboðað av Nyrup, sum sum statsmálaráðharri hevur føroysk mál undir sær, sær samráðingarleiðin fyribils út til at vera uppbrúkt. Mannbjørn Jacobsen Við seinastu samráðing millum føroyska landstýri og donsku stjórnina, umboðað av Nyrup, sum sum statsmálaráðharri hevur føroysk mál undir sær, sær samráðingarleiðin fyribils út til at vera uppbrúkt. Hon var ikki so óhugsandi sum summi høvdu hug at gera hana til. Helst skuldi henda leið farast um í sátt og semju við hin partin í málinum, okkara samríkisveldi Danmark. Fyri donsku stjórnina kann hetta mál bara kennast keðiligt, sum hon øðrumegin tambar út í tíð fyri, at stimbra aðrar fyrr kendar kreftir fram í Føroyum, hinvegin hvessir av við serviðgerð av landsstýrismonnum á óvanliga fjasutum gistingarhúsum. Teir hava sjálvir fult av álvarsmálum fyri, so hetta tykist lítið, ma. júst framfarna atkvøðan um fráfaringina frá krónini til fyrimuns fyri eitt europeiskt gjaldoyra. Øll viðgerðin av málinum líkist tí hjá føroyingum við tí muni, at danir skulu takast inn í eina størri felagseind á altjóða grundarlagi, føroyingar tykist á veg úr einari størri, tí við teimum, í eina minni felagseind á tjóðskaparligum grundarlag. Tey sjónarmið føroysk umboð føra fram líkjast teimum, danir á hini síðuni í gjaldoyrismálinum føra fram, vandi fyri varðveitslu av tjóðskaparligu eyðkennunum og valdinum í landinum. Niðri verður lokkað við ikki nærri náhvamt grundaðum fyrimunum við størri eind, ella mótstøða verður flent burtur sum lítiðsigandi, frá lítiðsigandi fólki. Hetta ber ikki so væl til yvirfyri fremstu umboðs-monnunum fyri møguliga annað komandi land, enn knýtt at teimum. Her er betur við blíðskapi og fyrikomandi tosi, við hondini afturum ryggin við búskaparligari høttan. Týdningarmesta grundin til skiftið hjá miðflokkunum frá høgrastjórnini hjá Slüter yvir á sosialdemokratarnir aftur var helst júst vónin um, at hon betur var før fyri, at losa veljarinir inn í EU, enn ein stjórn, sum bara plágaði stóran part av hesum veljarum við asosialum niðurskurðspolitikki, sum teir høvdu varhugan av, at veljarinir hevndu seg aftur inná við at atkvøða ímóti til EU atkvøðurnar. Tá vóru politikkarnir ikki uppá val, veljarnir vóru soleiðis sæð ábyrgdarleysir. Hetta eydnaðist ikki hesaferð við euruatkvøðuni, og skelkandi, serliga nógv vóru á vali, og úrslitið greiðari enn væntað. Føroyska kravið er komið illa við her. Nógv ger málið trupult, tí Nyrup far ikki fatur á einari samdari sambandssíðu sum fyrr og í stjórnførum standi. Javnaðarflokkurin undir Eidisgaard setur egið uppskot fram um sjálvstýri innanfyri ríkisfelagskap, sum sambandsflokkurin hægst kann feta seg eftir. Egnu sjónarmið fer hann líðandi frá fyri ikki, at gera seg ómøguligar sum samgonguflokk hjá einum javnaðarflokki, enn fyri ríkisfelagsskapi, og enn dyggasta trygd fyri honum. Fólkaflokkin, sum meiri nátúrligan samstarvsfelaga, hava teir fyribils uppgivið undir Anfinn Kallsberg. Sambandskreftirnar hava annars fingið ókeypis hjálp frá ikki sjálvsagdari síðu, frá í hvussu so er fyrrverandi ytsta vinstravongi, sum er vorðin arbeiðsleysur politiskt, og finnur seg onki at meina soleiðis sæð, so teir líka so væl kunnu vátta trúðvirði í størvum, sum annars ikki vóru. Fjálgað við hesari óvantaða stuðlinum, at vísa seg marksistisk, kommunistisk mótstøða móti fullveldi, frá fólki sum er bangið fyri viðskiftisfólki, sum í heimloysi, tí sovjetskipanin bráddliga fall saman, vístu seg at vera, ella eru gjørd til, vanliga lógleys, hevur danska stjórnin hildið fast við skiftisstíð uppá 4 ár, sum ikki verður mett at standa seg í einari atkvøðu um fullveldi. Ætlanin er so, at landstýrið skal sigla á land í hesi roynd, fara frá, og sambandslandstýri ístaðin, ella vatna málið so nógv út, at lítið og onki hendir. Somu trupuleikar kunnu illa komast uttanum, sum í samráðingunum millum føroyskar myndugleikar og danskar um kreppuna fyrst í 1990 áunum, um enn føroyska síðan helst er lærd av royndum. Hinvegin er einvegis donsk hond, tað er jú danska statin, tosað verður við. Hinumegna umboð fyri, á pápírinum í hvussu so er, ásameiniligar kreftir frá høgru, í miðjuni og vinstru, sum, tykjast danir at halda, mugu kenna seg at hava avmarkaðar heimildir. Hetta liggur helst aftanfyri danska tosið um at "føroyska fólkið" eina skal ráða her. danska stjórnin vónar sjálvandi, at undir hóskandi hóttandi fyritreytum fer føroyska fólkið onkusvegna at vísa fullveldiskravinum aftur, og benda gongdini inn í javnaðarmøguleikan, sum er yvirtøkur innan verandi ríkisfelagsskapskarm eftir bú-skaparligum førimuni. Onki nýtt er við tí. Tað er næstan ætlanin við heimastýrislóguni, sum nú bara verður kallað Sjálvstýrislóg. Hetta er tað, hetta landsstýrið ætlar at koma uttanum, at onki hendir. Stjórmskipannarmálið er lýst at vera høvuðsuppgávan valskeiðið út. At farið frá og lata sambandsmøguleikan komið framat og fingið eina skipan við donsku stjórnina, sum líkist teirra, tó innanfyri ríkisfelagsskapsheitið, er bæði ótolandi og politisk mátt-loysisgerandi fyri allan andan í og stovningini av viðkomandi flokkum. Hetta hóttir støðugt. Sami trupuleiki sum í 1946 vísir seg við føroyskum statslíknandi umboðum, sum danska stjórnin, ikki úttalað, metir kollveltingarlig. Td. ST uppíløgu. Allir vegir vísir ein gordiskur knútur seg, sum Nyrup lætt kann brúka. Hann er helst vanur við meiri fløkt mál enn hetta í taktiskum evnum í uppgerð við støðugt sterkari og sjálvstyrkjandi sitandi høgra og miðsamgonguna frá 1980 árunum í Danmark og uppgerð innanhýsis í flokkinum, har hann eisini kláraði eina trupla uppgávu, at koyra ein væl-innkoyrdan og eldhugaðan formann frá fyri vantandi trúðvirði. Hetta seinasta er neyvan brúkiligt yvirfyri føroysku umboðunum, sum ma. umboða føroyska konservativa flokkin, men royndir eru gjørdar víða um á donskum arbeiðsplássum og við hjálp av onkrum sjálvtilnevndum, møguliga ókeypis, føroyskum hjálparmanni í hóslag við danskar hjálandahugaðar afturhaldskreftir. Eisini eru teir í ferð við eina nýggja grundlóg, har ein uniónsskipan skal gerast við Grønlandi við. Føroysku ynskini lagast illa inn her. Teir stúra helst eisini fyri møguligari føroyskari ávirkan inn á grønlensku politiskt búskaparligu menningina, sum helst er ógrundað. Grønlendingar hava ikki sett loysingar ella fullveldisætlanir fram. Eitt ókeypis, sum hjálpir dønum, eru ymiskt uppskot um atkvøðu, har summar skulu verða ikki bindandi, hvat tað so týðir, so føroyingar undirskundaðir av loysingarmonnum koma at atkvøða fyri uppskotinum, sum fall í 1946, so alt krav er fallið burtur á loysingarleið. Hetta er ein fella í atkvøðu nú til várs, um ikki verður hugsað nóg væl um. Best er at seta fullveldið fyrst, føroyskar fyribils statsstovnar, fáa viðurkenning mest møguligt fyri hesum uttanlanda, so samráðast við donsku stjórnina. Munurin verður frá næmingi til lærara. Hitt er longu nú vorðið ov nógv dansur við sama felagi uppí saman sum ikki vil nakað. Kanska er tað tað, danska stjórnin ætlar, nú hom heldur hánt um føroyskan vilja til, at ganga søguligum siðbundnum kenslum á møti, varðveislu av felags kongahúsi, krónuni, so krøv bara linka frá føroyskari síðu, uttan at nakað er fráfarið frá uppruna taktiskum stigi frá hinari síðu. Danski staturin, hernaðurin, hjálandahugsanir søguliga, eru so nær knýttar at tí, at teir vita ikki rættiliga hvat ætlanin er. Carita Björklund Viðmerkingar til frágreiðing um starvsfólkapolitikk landsins Føroya Pedagogfelag hevur sum onnur fakfeløg hjá teimum alment løntu í Føroyum fingið skrivliga frágreiðing um sokallaða starvsfólkapolitikk landsins. Carita Björklund Formaður í Føroya Pedagogfelag Føroya Pedagogfelag hevur sum onnur fakfeløg hjá teimum alment løntu í Føroyum fingið skrivliga frágreiðing um sokallaða starvsfólkapolitikk landsins. Hetta er frágreiðing, sum gjørd er av landsstýrinum sjálvum, uttan at umboð fyri fakfeløgini hjá teimum starvsfólkum, sum hesin politikkur skal fevna um, hevur fingið høvi til at vera við í arbeiðinum. Vit eru sum fakfelag gott nokk vorðin hoyrd, men hóast vit í fleiri førum hava svarað aftur, hava vit ikki sæð nakran broyting út frá tí. Føroya Pedagogfelag heldur tað er óheppið, at umboð fyri ta stóru fjøld av løntakarum, sum hesin politikkur skal fevna um, ikki hevur fingið møguleika fyri at verið við í arbeiðinum, tí uttan iva høvdu umboð fyri fakfeløgini kunnað givið eitt gott íkast til forarbeiðið sum neyðugt er í sambandi við at skilagóður starvsfólkapolitikkur skal setast í verk. Fakfeløgini fingu ei heldur høvi til at vera við á fundinum á Hotel Føroyum, har evnið var starvsfólkapolitikkur landsins, og tað meta vit vera spell. Vit hava fingið fráboðan um, at fakfeløgini seinni skulu fáa innbjóðing til fund, men tá arbeiðið tykist at vera liðugt, dugir felagið ikki at síggja nakra meining í at koma til ein fund. Viðvíkjandi tilfarinum, sum vit hava fingið, so er starvsfólkapolitikkurin býttur upp í partar, sum m.a. fevna um arbeiðsumhvørvispolitikk, bygnaðarbroytingar, rúsevnapolitikk, setanarpolitikk, starvsfólkasamrøður, uppsagnarpolitikk og útbúgvingarpolitikk. Ymist er, hvussu týdningarmiklir hesir partar eru, sæð frá sjónarhorninum hjá fakfeløgunum, men teir partar, sum beinleiðis koma at hava ávirkan á dagligdagin hjá limum okkara, m.a. í sambandi við at fólk verður sagt úr starvi, hava so avgerandi týdning, at slíkar ásetingar eiga ikki at verða framdar í verki uttan at umboð fyri tey fólk, sum hetta fer at hava beinleiðis ávirkan á, hava verið við at fyrireika henda politikk. Viðmerkjast skal, at partur av tí, sum nevnt er í tilfari landsstýrisins er endurtøka av tí, sum ásett er í galdandi lóggávu, og eg kann her m.a. vísa til lógina um arbeiðsumhvørvi og fyrisitingarlógina. Eg skal her draga fram nøkur dømi, har frágreiðingin um starvsfólkapolitikk landsins ikki tykist at vera nøktandi. Í sambandi við tann partin, sum kallaður er bygnaðarbroytingar, verður sagt um kunning, at tá avgerð ER TIKIN um at fremja avgerandi broytingar í umsitingini ella í arbeiðsgongdini, skal leiðslan kunna starvsfólkini um hetta, og endamálið við tí. Hóast viðmerkt verður seinni í orðingini, at tíð skal vera at umrøða málið, so sjónarmið og uppskot hjá starvsfólkum kunnu verða tikin við í avgerðargrundarlagið, áðrenn avgerðin endaliga verður staðfest, so vísa royndir okkara, at tá stovnsleiðsla hevur tikið avgerð um at fremja ávísar broytingar, so tykist tað at vera ógjørligt at fáa broytt ella ávirkað hesa avgerð. Eg haldi tí, at landsstýrið átti at broytt hesa orðing, soleiðis at starvsfólkið fekk ávirkan líka frá tí at hugskot um møguliga broyting kom fram, tí bert á hendan hátt fær leiðslan og starvsfólk í felag skipað broytingarnar, soleiðis at veruligt atlit bæði vrður tikið til stovnin og starvsfólkið sjálvt. Viðvíkjandi rúsevnapolitikkinum, so skuldi greitt verið boðað frá í >>starvsfólkapolitikki landsins<<, um hesi politikkur ger broytingar í rættarstøðuni hjá tí einstaka starvsfólkinum. Her verður hugsað um í hvønn mun stovnsleiðslan hevur skyldu til at fara fram eftir ásetingunum í starvsfólkapolitikki landsins, tá staðfest verður, at starvsfólk er ávirkað av rúsdrekka á arbeiðsplássinum, ella um starvsfólkið kann vænta at verða burturvíst við tí grundgeving, at talan er um brot á tænastuskyldurnar hjá viðkomandi. Orðingin um >>vegleiðandi mannagongd<< skapar helst fleiri spurningar enn tað gevur svar, tá talan er um rættarstøðuna hjá starvsfólkinum, sum kemur í ta støðu, at brúk verður fyri rúsdrekkapolitikki landsins. Viðvíkjandi setanarpolitikkinum, so ivist eg í, um vegleiðingin á síðu 3 er skilagóð, tí tað at stovnurin skal seta spurningar um m.a. familjuviðurskifti o.a. kann av nógvum umsøkjarum skiljast sum óviðkomandi viðurskifti, tá talan er um at søkja starv, har fakligi førleiki og arbeiðsroyndirnar saman við persónliga eginleikanum eiga at vera høvuðstátturin, tá støða skal takast til hvør skal hava starvið, sum lýst er leyst. Tá sagt verður í innganginum til tann partin av starvsfólkapolitikkinum, sum eitur >>uppsagnarpolitikkur<<, at uppsagnir av starvsfólkum verða framdar á virðiligan hátt, so er tað ein sannroynd, at almennu myndugleikarnir í nógvum førum als ikki hava víst virðiliga framferð, tá starvsfólk verða søgd úr starvi. Dømi eru um at kærur til hægri myndugleika um uppsagnir, sum avgjørt ikki eru farnar fram á virðiligan hátt, tíverri ikki hava givið nakað úrslit, og tað kann sjálvsagt ikki annað enn skapa ótryggleika bæði hjá almentum settum starvsfólkum og fakfeløgunum. Tørvur er tí helst á nærri útgreinaðum reglum, sum veruliga tryggja starvsfólkum, sum verða søgd úr starvi, eina virðiliga viðgerð, soleiðis at brot á hesar reglur vórðu tiknar í álvara og fingu avleiðingar fyri tær stovnsleiðslur, sum ikki hildu hesar ásetingar. Viðvíkjandi teimum grundgevingum, sum almennur myndugleiki, sambært fyrisitingarlógini og vanligum fyrisitingarreglum annars hevur skyldu til at geva fólki, sum ætlanin er at siga úr starvi (hoyringsskriv) og sum verða søgd úr starvi (uppsagnarskriv), so eru hesar í nógvum førum als ikki nøktandi. Dømi eru um starvsfólk, sum søgd eru úr starvi, uttan at nøkur ítøkilig grund er givin hvørki í samband við hoyringsskriv ella tá talan er um endaligu uppsøgnina. Ivasamt er tí, um orðing av starvsfólkapolitikki er nokk til at broyta støðuna og tryggja alment lønt starvsfólkunum eina virðiliga viðferð í sambandi við uppsagnarmálinum. Helst er støðan tann, at tørvur er á einari hugburðsbroyting hjá nógvum av teimum alment settu stovnsleiðarunum, sum m.a. ikki hava nóg stóra virðing fyri ásetingunum í fyrisitingarlógini ei heldur í galdandi sáttmálum, og her er skrivaður politikkur ikki nokk, um ikki leiðslurnar kenna ábyrgd og virðing fyri starvsfólki sínum. Aðrir partar, sum hava týdning fyri tey alment lønu áttu eisini at verið tiknir við í starvsfólkapolitikkinum. Sum dømi kann nevnas sjúkrapolitikkur, serliga við atliti til sokallað 120 daga regluna, sum í fleiri av grannalondum okkara nú er tikin av, og har ásetingar eru gjørdar sum skulu tryggja, at fólk sum gerast sjúk kunnu verða verandi á arbeiðsplássinum, t.d. við at umskúla hesi fólk, soleiðis at tey framhaldandi kunnu røkja passandi starv. Hetta hevði verið til gagns fyri bæði samfelagið og løntakaran sjálvan. Tað kann tykjast undranarvert, at starvsfólkapolitikkurin als ikki nevnir galdandi sáttmálar. Samanumtikið kann sigast, at starvsfólkapolitikkur landsins ber bráð av at umboðini fyri løntakaran ikki hava verið við í fyrireikandi arbeiðinum, og vónandi tekur Løgmansskrivstovan hetta til eftirtektar og gevur fakfeløgun-um møguleika fyri at vera við í einari veruligari gjøgnumgongd av øllum teimum spurningum, sum stinga seg upp í sambandi við at slíkur politikkur skal fremjast í verki, soleiðis at endaligu orðingarnar verða gjørdar í samarbeiði millum stovnsleiðslurnar og umboðini fyri løntakaran. Palli Dalsgaard Danir byggja prestagarð á Glyvrum? Tað hvakk mangur maður við av tíðindunum í Sjónvarpinum týskvøldið, har greitt varð frá, at danir ikki vildu lata nýggjan prestagarð byggja á Glyvrum. Palli Dalsgaard Tað hvakk mangur maður við av tíðindunum í Sjónvarpinum týskvøldið, har greitt varð frá, at danir ikki vildu lata nýggjan prestagarð byggja á Glyvrum. Hvør orsøkin var, visti frásøgumaðurin ikki at siga, men mistanki var um, at fullveldisætlanin, sum spøkir í Føroyum, kundi vera ein orsøkin til, at so var. Ikki vardi leingi, um enn eina so lítla sutnd, so sóu vit mynd av mentamálaráðharranum, sum ikki einans hevur talað fyri fullveldi, men hevur rópt tað út, so tað hevur rungað eftir í um at fáa fullveldi ongantíð ov skjótt. Burtur við øllum donskum, ja sjálvan grundlógardagin, tók hann av. Nú hevur sama fullveldishetjan verið í Danmark og biðið danir um at byggja prestinum á Glyvrum prestagarð, og sum ikki einaferð, danir eru teir penu menninir, teir lovaðu at umhuga støðuna. Hvør kann skilja nakað sum helst av tí, sum gongur fyri seg í hesum neyðars landi. Hvat skal fólkaatkvøða vera um? Vita teir tað sjálvir? Veljarin veit tað ikki. At hugsa sær til allir pengarnir, ið nýttir eru til at fyrireika eitt so væl og virðiligt fullveldi, sum eingin skuldi kunna seta fingurin á, tá komið varð á mál, nú ikki hætta sær undir ein einasta prestagarð uttan hjálp úr Danmark. Fyri ikki so langari tíð síðani varð spurnignurin um at yvirtaka Fólkakirkjuna nokkso aktuellur í føroysku bløðunum. Tá dittaði eg mær at skriva eitt lesarabræv í móti yvirtøkuni, óg vísti á, at um so var, at Fólkakirkjan bleiv yvirtikin, so kom ikki at ganga long tíð, til hon varð stongd. Byggingin av prestagarðinum á Glyvrum er eitt talandi dømi um, at so hevði verið. Tá tann skrivingin var fyri, bleiv ført fram av bæði høgum og lágum, at tað voru einans 20 milliónir, íð kirkjan kostaði føroyska landskassanum. Tað var ikki rætt. Prestslønirnar vóru ikki íroknaðar hesar milliónirnar, tí tær koma beinleiðis úr Danmark. Leggið fullveldisætlanina á hillina og farið til arbeiðis at røkja tey virði, vit hava, áðrenn alt fer í hundarnar. Jonhard Eliasen Hvat ríður ráðnum? Fíggjarnevndarviðgerð av fíggjarlógini fer fram í hesum døgum. Uppskotið til fíggjarlóg er rúgvusmik-ið og kann vera trupult at meta um, hvussu lógin virkar á búskapin. Jonhard Eliasen Skemtar Búskaparráðið? Fíggjarnevndarviðgerð av fíggjarlógini fer fram í hesum døgum. Uppskotið til fíggjarlóg er rúgvusmik-ið og kann vera trupult at meta um, hvussu lógin virkar á búskapin. Fíggjarlógin er millum týdningar-miklastu amboðini í bú-skaparstýringini og er tí náttúrligt er, at fíggjarnevndin í hesum sambandi leitar sær ráðgeving hjá serkønum. Viðgerðin av fíggjarlógini í Fíggjarnevndini er atkomulig á heimasíðuni hjá løgtinginum, og her sæst, at Fíggjarnevndin, sum vera man, eisini hevur leitað sær ráð hjá Búskaparráðnum. Hetta hendi á fundi tann 17. novembur, har formaðurin og skrivarin í ráðnum vóru á fundi hjá nevndini. Hesir flýggjaðu Fíggjarnevndini eitt skjal, sum lýsir hugsanir teirra um, hvussu búskaparpolitikkur skal førast. Ivist í, um allir limirnir í Búskaparráðnum taka undir við tí, sum ført varð fram í Fíggjarnevndini, tí tilmælini, helst eru at rokna sum skemt ella tvætl, sum ikki skal takast í álvara. Eru ráðini hinvegin meint í álvara - ella verða tey av politikkarunum tikin í álvara - er vandi á ferð. Búskaparfall, arbeiðsloysi og fráflyting ongan týdning? Búskaparráðið byrjar við at greiða Fíggjarnevndini frá, at "pástandurin um ein negativan samanhang millum konjunktursveiggj og búskaparvøkstur er ikki rættur - ella týdningarleysur". Onkur teori og empiri talar fyri, at samanhangur kann vera millum støddina á sveiggjunum og íløgunum í samfelagnum og harvið búskaparvøkstrinum. Onnur teori og empiri vísir minni greitt samband millum sveiggj og vøkstur. Búskaparráðið setir seg í hásæti, sum alvitandi, og proklamerar at samanhangurin "er ikki rættur - ella týdningarleysur". Við øðrum orðum: Tað ger einki um vit hava stóran vøkstur og inflatión í nøkur ár og síðan stóra minking í nøkur ár við fylgjandi arbeiðsloysi og fráflyting. Búskaparráðið metir eftir øllum at døma, tað vera týdningarleyst at mæla politikkarum okkara til at seta sær sum mál at javna gongdina so frægt, sum hetta nú eina ferð ber til, tí búskaparvøksturin er eins stórur við sum uttan stór sveiggj. Her verður einvíst fokuserað upp á búskaparvøkstur. Tað verður ikki grett orð um, at tað eru tey veikastu, sum verða rakt harðast av arbeiðsloysi í konjunkturniðurgongd og somuleiðis harðast av prísvøkstri á fastari ogn v.m. í konjunkturuppgongd. Hetta er, eftir øllum at døma, líkamikið fyri Búskaparráðið. Løgið, tí ráðið seinastu tíðina fleiri ferðir havt orðið "rættvísi" við í greiningum sínum. Løgin tilmæli Búskaparráðið kemur nú við tilmælum sínum til Fíggjarnevndina. 1. tilmæli: Í tráð við omanfyrinevnda verður mælt til, at politikararnir ikki føra aktivan konjunkturjavnandi politik. 2. tilmæli: Síðan verður ført fram, at búskaparráðið ikki er samt við fíggjarmálastýrið og landsbankan. Má viðganga, at hettar er margháttligasta tilmæli eg enn havi sæð ... at mæla Fíggjarnevndini til, at Búskaparráðið ikki er samt við ein ella anna ... Hvat ósemjan snýr seg um er mær ein gáta. Dugi heldur ikki at síggja, at fíggjarnevndin kann fáa gleði av hesum "tilmæli" í samband við stórarbeiði sítt við at fáa fíggjarlógina arbeidda ígjøgnum. 3. tilmæli: Her verður ført fram, at undirskot á gjaldsjavnanum als ikki er til sum trupuleiki, og als ikki er neyðugt at hava atlit til gongdina á gjaldsjavnanum, tá fíggjarlógin verður løgd til rættis. Tá ið fíggjarpolitikkur í ymsum londum verður greinaður av OECD, IMF, ECOFIN og øðrum fakligum stovnum, er gongdin á gjaldsjavnanum eitt týdningarmikið mát, sum hugt verður eftir, fyri at meta um, í hvønn mun ov stór ferð er á búskapinum ella ikki. Talan er ikki um nakað absolut mát í hesum føri, men mett verður um, um talan er um vandamikið yvir- ella undirskot. Eingin tosar um beinleiðis at stýra gjaldsjavnaúrslitinum sum so; hetta er jú líka so høpisleyst sum einans at royna at lækka fepurin hjá einum sjúkum. Búskaparráðið greiðir hinvegin fíggjarnevndini frá, at tað at taka fyrilit til gjaldsjavnan er "avoldað". Hvør skal siga: "Koyri bara fulla ferð á búskapin við fíggjarlógini og vaksi um handilsjavnaundirskoti í stórum, tí ongir skuldartrupuleikar standast av hesum." 4. tilmæli: "Nýtsla av fíggjarpolitikkinum til konjunkturstýring eigur ikki at útilokast..." Her er talan um andsøgn til tilmæli 1, har mælt verður frá konjunkturstýring. 5. tilmæli: "Høvuðsendamálið við fíggjarpolitikkinum eigur at vera at skaffa inntøkur til landskassan til fígging av teimum útreiðslum, sum politikkararnir áseta, at landskassin skal hava". Hvat merkir nú hettar? Inntøkurnar eru í uppskoti til fíggjarlóg komandi ár umleið 700 mió kr størri enn útreiðslurnar, tvs., at tær í tráð við tankagongdina hjá Búskaparráðnum eru alt ov stórar til at fíggja útreiðslur landskassan. Mælir Búskaparráðið við hesum til, at givin verður ein skattalætti upp á 700 mió kr? Ella at útreiðslurnar hækka 700 mió kr? 6. tilmæli: At enda kemur Búskaparráðið til tilmæli, sum bæði fíggjarnevndarlimir og onnur hava hoyrt so mangan. Talan er um ymisk strukturpolitisk tiltøk, sum ikki hava bein-leiðis samband við arbeiði við at gera fíggjarlóg. Hví vil Búskaparráðið ikki viðgera fíggjarlógina? Hóast tað var fíggjarlógaruppskot fyri 2001, sum var til viðgerðar á fundinum millum Búskaparráðið og Fíggjarnevndina, so er lítið, sum bendir á, at Búskaparráðið hevur givið nøkur ráð um hetta málið, í øllum førum í skrivliga tilfarinum, sum er tøkt. Gjaldstovan hevur seinnu árini gjørt stórt arbeiði fyri at skapa grundarlag fyri, at búskaparfrøðingar - eitt nú í Búskaparráðnum - skulu kunna gera kvalifiseraðar greiningar av, hvussu landskassin ávirkar búskapin. Ein stórur partur av hesum áhugaverda tilfari er tøkt á alnótini, og um formaðurin og skrivarin høvdu áhuga í serligum talgrundarlagi, skuldi ikki verið langt niðan á gjaldstovuna eftir hesum. Men lítið er, sum bendir á, at Búskaparráðið hevði áhuga í at veita fíggjarnevndini ráðgeving um málið, sum var til viðgerðar. Ein lítil glotti hómast tó í einari passagu, har Búskaparráðið nevnir ganda-orðini "automatiskir sta-bilisatorar". Men hvat hett-ar merkir, og hvussu hesir verða funnir í fíggjarlógini er loyndarmál, sum ráðið ikki kemur nærri inn á. Samanumtikið Sera løgin og ørkymlandi búskaparpolitisk ráðgeving. Royndin hjá Fíggjarnevndini at ogna sær ráð um fíggjarpolitikk frá Búskaparráðnum minnir ikki sørt um mannin, sum fór inn í krambúð at keypa sær kumpass til bátin hjá sær. Slík var ikki til keyps og útafturkomin í mjórkan raknar neyðardýrið við og sær, at hann hevur latið seg lokkað til at keypa einar sólbrillur í staðin. ODDAGREIN: Vantandi víðskygni Rithøvundurin Jens Pauli Heinesen hevði týsdagin viðmerkingar og hugleiðingar um politisku støðuna í tjóðskaparspurninginum. Tey flestu, sum ikki eru sambandsfólk, kunnu helst taka undir við nógvum av tí, sum rithøvundurin skrivar. Somuleiðis kunnu flestu føroyingar taka undir við teimum vælskrivaðu brotunum, sum Jens Pauli tekur úr greinum hjá Jørgen-Frantz Jacobsen. Jørgen-Frantz var sjálvstýrismaður, men hann var ikki fanatiskur, og hann sá eisini nuansurnar, sum er ónatúrliga týdningarmikið, um viðkomandi skal fáa umdømi at verða seriøsur ella ikki. So er spurningurin, um rithøvundurin og samfelagsrevsarin hevur tær neyðugu nuansurnar, sum skulu til fyri at lýsa eitt mál seriøst og til fulnar ella ikki. Tað kunnu lesararnir døma um. Á hesum stað skal i øllum førum verða sagt, at rithøvundurin hevur neyvan fylgt nóg væl við í sjálvstýristilgongdini, tá hann koyrir Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin í sama leyp. Tað var Javnaðarflokkurin, sum aftur setti ferð á orðaskifti um føroyskt sjálvstýri og sjálvbjargni eftir landsfund floksins í 1997. Tá boðaði flokkurin frá, at hann fór av øllum alvi at virka fyri eini skrá, sum flokkurin kallar uppskot um eina sjálvstýrislóg. Henda ætlan hevur til endamáls at taka av heimastýrislógina og seta ein nýggjan sáttmála í gildi. Eftir hesum sáttmála skulu føroyingar kunna yvirtaka írestandi málsøki, tá landsstýrið og løgtingið ynskja og samtykkja tað. Eftir hesum leisti verða yvirtøkur framdar, tá orka og førleiki eru til tað. Tá øll málsøki eru yvirtikin, og tá vit sjálvi megna at reka føroyska húsarhaldið, ber til at taka avgerð, um vit loysa og stovna føroyska lýðveldi ella ikki. Hetta er ikki sambandspolitikkur, men ein konstruktivur og hóvligur sjálvstýrispolitikkur. Og gamalt er, at fram kemur hann, sum hóvliga fer. Fram koma vit ikki, um vit bara brúka skuldsetingar, um hvør er sambandsmaður ella ikki, um vit eru nassireyvar ella ikki. Og so er líka mikið um hesi ókvæmisorðini koma úr einum býi á Sælandi ella koma úr Føroyum. Hetta er líka so óseriøst, sum tá Edmund Joensen kallar Javnaðarflokkin fyri loysingarflokk, samstundis sum Hergeir Nielsen ella Jens Pauli Heinesen kalla Javnaðarflokkin fyri ein sambandsflokk. Sagt verður ofta, at vit eru eitt upplýst fólk. Men sjálvt í hesi tíð við øktum og betri tíðindaflutningi - í informatiónsøldini - mugu vit ásanna, at nógv skriving framvegis ber brá av vantandi tilvitan, ja vantandi tilvitan um fólkaræðilig rættindi. Sum t.d. tá rithøvundurin fýlist at teknara Sosialsins, Óla Petersen. Óli er satiriskur teknari. Og gjørdi hann ikki satiru burtur úr sitandi landsstýrið, løgmanni, varaløgmanni ella landsstýrismanninum í mentamálum hevði hann ikki fingurin á pulsinum. So virkaði hann sum teknari í totaliterum stati. Einki landsstýri er sloppið undan. Vit minnast jú karikturin av Jógvani Sundstein, Atla Dam, Ivan Johannesen, Jógvan I. Olsen ella Maritu Pateresen sum skúlafrøkun í løgmansstarvi. Jens Pauli Heinesen hevur skrivifrælsi og ein satiriskur teknari má eisini koma undir frælsi at siga sína hugsan í tekningum og linjum. Øll onnur hugsan er heimføðislig. Men hann er ikki tann fyrsti. Bæði lærari og bókaútgevari og listaummælari hevur skuldsett teknaran fyri at renna sambandsørindi. Hetta vísir bara, at vit kunnu ikki lyfta okkum upp um tað smáliga og heimføðisliga lyndið, sum vit eru fongd við, hóast allur skúlaskapur miðjar ímóti størri tolsemi og víðskygni. Toskurin & Vit Í farnu viku frættist at EU hevur ætlanir um næsta ár at minka Norðursjóar kvotuna av toski, hvítingi og haki við 75% eftir at menn eru vornir varir við, at hesir stovnar ongantíð hava verið so illa fyri síðani 1963. Johan Mortensen EU mynduleikarnir siga at verða ikki tiltøk beinanvegin sett í verk verður heilt galið við hesum fiskiskapi. Í ár varð toskakvotan reducerað við 40% niður til 80.000 tons. I seinna helmingi av 1980 vóru umleið 300.000 tons av toski veidd í Norðsjónum. Fiskiídnaðurin í EU mótmælir harðliga meira niðurskurði og fara nógv virkir og arbeiðspláss at kenna sviðan av hesum tiltøkum. Bretskir EU andstøðingar mæla til at Bretland fer aftur sjálvt at umsita fiskiskapin heldur enn at lata Spaniólar veiða tað sum teir halda er bretskur fiskur. Í byrjanini av 1990 komu 80% av tí veidda fiskinum í EU sjógvi úr gomlum Bretskum øki ! Tað er væl skiljandi at Bretar eru argir inn á hetta vanbýti. Nøkur tøl sum kanska hava áhuga : Um ár 1900 hevði Bretland nógvar 100.000 fiskimenn. Um ár 1950 eru framvegis einir 48.000 bretskir fiskimenn. Í løtuni er talið minkað til 16.000 mans. Við kvotuskerjingunum minkar hetta tal við einum 50%. Í árunum 1992 til 1999 fór Bretski fiskiflotin úr 11.561 fiskiførum niður til 7.448 og læðkar teirra veiða støðugt við umleið 20% um mánaðin. Orsøkin til hesa ringu støðu er sjálvandi ov nógv veiða og sera framkomin teknikkur. Eisini verður hildið at >>vakstrahúsárinið<< ger seg meira og meira galdandi og at Norðsjógvurin er nú so heitur at toskayngul hevur torført við at koma undan. Henda ólukkuliga støðan kemur at viðføra at Føroyar fáa væl hægri prísar fyri okkara útflutning. Eisni sýnir hetta at tað ber til at oyða fiskastovnarnar. Føroyingar eiga at fara enn betur um okkara fiskiskap og umsita stovnarnar samvitskufult. Partroling eigur at verða bannað alt fyri eitt og húkaveiða stuðlað burturav. Meira eftirlit eigur at verða við okkara útflutningsfeløgum sum eg haldi eru alt ov nógv í tali og yvirhøvur ov lítið professionel og vanabundin. Tað átti ikki at verði meira enn einar 10 løgildaðar fiskasølur! Tað eigur at verða bannað at útflyta rundan, óviðgjørdan fisk. Eisini er hetta eitt sera klárt varskóð til Føroyar um at vit skulu halda okkum langt uttan fyri EU og tess fiskiflotar. Tað er løgið at tað framvegis finnast so forstokkaðir føroyingar sum eru fyri limaskapi í hesum felagsskapi sum ikki er okkara. Føroysku fiskastovnarir eru meira verdur enn at vit fáa nøkur fá kilo av rækjum fyri minni toll inn í EU. EU hevur brúk fyri okkara fiski, um vit hava brúk fyri EU kann tjakast um! Samstarvsvilji Sjálvstýrisfloksins Viðmerking til samrøðu við Jóannes Eidesgaard í Sosialinum 1. desembur Sámal Petur í Grund løgtingsmaður, formaður í tingbólki Sjálvstýrisfloksins Sosialurin hevur fríggjadagin 1. desembur samrøðu við formann Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, hvar spurningurin um eitt møguligt samstarv millum Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin, eftir eitt komandi løgtingsval, verður viðgjørdur. Jóannes Eidesgaard fær tað til, at tað ikki er samsvar millum tað aktivu politikarar sjálvstýrisfloksins vilja og tað veljarar floksins vilja. Hetta við grundarlagi í eini veljarakanning gjørd í novembur mánaða. Visandi til omanfyrinevndu veljarakanning, sigur Jóannes Eidesgaard, at veljarar Sjálvstýrisfloksins helst vilja, at flokkurin samstarvar við Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Sannleiki við modifikatiónum Sagt verður viðhvørt um okkurt ivasamt sum liggur til grund fyri onkrum, at tað er ein sannleiki við modifikatiónum. Soleiðis tykir mær at grundarlagið undir meting Jóannesar er háttað. Hetta, tí at veljarar Sjálvstýrisfloksins uppá fyrispurning um hvønn teir helst vilja, at flokkur teirra samstarvar við, svara soleiðis: 37% fyri Fólkaflokkinum og 16,7% í part til Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin. Tey 41% sum umrødd verða í omanfyrinevndu samrøðu, er eitt svar frá veljarum floksins uppá hvønn teir halda best kunna loysa spurningin um ríkisrættarligu støðuna. Tað er ikki vist, at tað er samanfall millum tað, sum veljarar floksins halda um loysn á ríkisrættarligu støðuni, og so hvønn veljararnir helst vilja at flokkurin samstarvar við. Hetta sjónarmið verður undirbygt við støði í einum øðrum spurningi í somu veljarakanning. Nevniliga spurninginum um vit skulu hava nýval. Henda spurning svara 87,5% av veljararum floksins nei til. Hetta kann líka so væl takast sum tekin um, at veljarar Sjálvstýrisfloksins eru nøgdir við tað samstarv Sjálvstýrisflokkurin í løtuni er í. Samstarv við Javnaðarflokkin Eisini førir Jóannes Eidesgaard fram, at tað var Sjálvstýrisflokkurin íð forðaði Javnaðarflokkinum í at koma í samgongu seinast. Hetta sjónarmið kennist eg ikki við og eigi ikki lut í, so er tað sagt. Annars skal Jóannes hava takk fyri positivu støðu sína til eitt møguligt samstarv millum Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin, eftir eitt komandi løgtingsval. Verandi samgonguskjal er bert galdandi hesa løgtingssetuna og er Sjálvstýrisflokkurin tilreiðar at taka støðuna upp til viðgerðar eftir eitt løgtingsval, og tað uttan nakrar sum helst fordómar. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Stjørnan avgjørdi í fyrra hálvleiki Serliga í fyrra hálvleiki tóktust nógvu landsliðsleikararnir hjá Kyndli tungar, og tá tær í seinna hálvleiki komu ígongd, var longu ov seint Stjørnan-Kyndil 33-24 (22-12) Hondbóltur Tað tóktist ikki at vera tað stóra ivamálið, tá Kyndil týskvøldið vitjaði í Klaksvík. Stjørnan legði seg beinan vegin framum, og størsta partin av fyrra hálvleiki togaðu tær seg alsamt longri frá Kyndli. Tá munurin var størstur, vóru 12 mál á muni, og hóast Kyndil síðani fekk minkað nakað um munin, so kom sigurin hjá klaksvíkingunum ongantíð í vanda. Gekk væl Annika Ljósstein, sum í fjør var liðskipari hjá Stjørnuni, men sum í ár hevur latið armbindið frá sær til Annu Kristinu Samson, segði eftir dystin, at tær vóru væl nøgdar um avrikið. Í fyrra hálvleiki gekk spælið ótrúliga væl fyri okkara viðkomandi. Tá kyndilsliðið so samstundis tóktist rættiliga tungt og ókonsentrerað, sluppu vit beinan vegin avstað, og ikki fyrr enn móti endanum av fyrra hálvleiki byrjaði ferðin at fella. Kanska vit tóku tað eitt sindur róligt í seinna hálvleiki, men í øllum førum var Kyndil nógv broytt tá. Tær spældu nógv skjótari og betri umhugsað, men eg haldi ikki, at tað nakrantíð var ivi um, hvør fór at vinna dystin, sigur Annika. Tungt hjá landsliðsleikarum Hon leggur annars afturat, at tað allar helst eisini hevði sítt at siga, at Kyndil hevur havt somikið nógvar leikarar á landsliðnum. Hjá okkum hevur bara Joan M. Joensen spælt við í landsdystunum, meðan vit aðrar hava havt frí frá hondbóltinum í tvær vikur. Tí gleddu vit okkum allar at koma á vøllin. Annika leggur afturat, at tað hjá Kyndli tóktist vera púra øvugt. Kyndil hevði um vikuskiftið fýra leikarar við í landsliðshópinum, og hesar eru helst í størri mun enn tann eina hjá Stjørnuni berandi kreftir á liðnum. Tá tær so hava nýtt somikið nógva orku til at fokuserað upp á landsliðsuppgávurnar, er ikki meira enn náttúrligt, at hetta merkist aftur í fyrstu landskappingardystunum. Adriana á veg Annars kundi Annika eisini bera tey gleðisboðini til viðhadlsfólkini hjá Stjørnuni, at tað nú fer at styttast, til Adriana Milodanovic aftur verður tøk hjá teimum. Mikudagin fór hon á skaðastovuna, har gipsið skuldi takast av, og eftir hetta skuldi støða so takast til, hvussu og nær hon av álvara kundi fara undir venjingarnar. Dysturin í tølum Málskjúttar: Stjørnan: Vesna Tomajek 9(3), Joan M. Joensen 5, Anna K. Samson 5, Annika Ljósstein 4, Una Olsen 4, Bára Skaale 3, Sólvá Eystberg 2, Rannvá Andreasen 1(1) Kyndil: Jórun Ludvig 7(1), Ann Hansen 7(3), Anita Kjærbo 4, Signhild Petersen 3, Christina Holm 1, Brynhild Klein 1, Jensia Petersen 1 Brotskøst: Stjørnan 4, Kyndil 6 Útvísingar: Kyndil 3 Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen og Dánjal Hansen Eyðun Klakstein - eydum@sosialurin.fo Fótbóltskapping fyri sjómenn Millum jól og nýggjár verður innandura fótbóltskapping fyri sjómenn. Kappingin verður hildin í KÍ-høllini í Klaksvík 28. desember fara sjómenn at kappast í innandura fótbóltskapping, sum verður í KÍ-høllini í Klaksvík. Slík kapping var fyri fyrstu ferð í fjør, og hon eydnaðist so væl, at hon er langt síðani komin á skránni aftur í ár. 20 lið hava longu meldað seg til kappingina, og tað er líka nógv, sum vóru við í fjør. Stundir eru enn at melda seg til. Treytirnar fyri at fólk kunnu verða við í kappingini er, at tey farna árið hava mynstrað í hvussu so er ein túr við einum skipi. Eisini veitsla Fyrireikarnir vóna, at tað í ár verða onkrar kvinnur við, tí kvinnur hava verið til skips við Næraberg farna árið. Næraberg hevur meldað fleiri lið til kappingina, og umframt stóra trolaran hava eisini línuskip og onnur skip meldað lið til kappingina. Upp til átta fólk kunnu vera á hvørjum liði, men bert fýra kunnu vera á vøllinum í senn. Kappingin verður skipað við innleiðandi umfari og finaluumfari. Trý tey bestu liðini fáa steyp frá Skipalistanum til ognar, og vinnarin fær eitt ferðasteyp, sum Klaksvíkar kommuna hevur latið, í varveitslu til næsta ár. Kappingin endar við borðhaldið í Skálanum, haðar allir luttakararnir verða bodnir um kvøldið. Um onkur hevur hug at verða við í kappingini, er gjørligt at melda seg til á telefon 217739. Coca-Cola kappingin Komið er nú fram til fjórðingsfinalurnar í steypakappingunum í hondbólti, sum nú eitur Coca-Cola kappingin. Lutakast hevur verið hjá HSF, og verða dystirnir í fjórðingsfinaluni hesir: Kvinnur: StÍF II-VÍF I Stjørnan I-Sóljan I Tjaldur I-VB I Neistin I-Kyndil I Menn: H71 I-Neistin I KÍF I-VÍF I Kyndil I-Neistin II StÍF I-VÍF II Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Stjørnan-Kyndil 33-24 (22-12) Stjørnan avgjørdi í fyrra hálvleiki Serliga í fyrra hálvleiki tóktust nógvu landsliðsleikararnir hjá Kyndli tungar, og tá tær í seinna hálvleiki komu ígongd, var longu ov seint Hondbóltur Tað tóktist ikki at vera tað stóra ivamálið, tá Kyndil týskvøldið vitjaði í Klaksvík. Stjørnan legði seg beinan vegin framum, og størsta partin av fyrra hálvleiki togaðu tær seg alsamt longri frá Kyndli. Tá munurin var størstur, vóru 12 mál á muni, og hóast Kyndil síðani fekk minkað nakað um munin, so kom sigurin hjá klaksvíkingunum ongantíð í vanda. Gekk væl Annika Ljósstein, sum í fjør var liðskipari hjá Stjørnuni, men sum í ár hevur latið armbindið frá sær til Annu Kristinu Samson, segði eftir dystin, at tær vóru væl nøgdar um avrikið. Í fyrra hálvleiki gekk spælið ótrúliga væl fyri okkara viðkomandi. Tá kyndilsliðið so samstundis tóktist rættiliga tungt og ókonsentrerað, sluppu vit beinan vegin avstað, og ikki fyrr enn móti endanum av fyrra hálvleiki byrjaði ferðin at fella. Kanska vit tóku tað eitt sindur róligt í seinna hálvleiki, men í øllum førum var Kyndil nógv broytt tá. Tær spældu nógv skjótari og betri umhugsað, men eg haldi ikki, at tað nakrantíð var ivi um, hvør fór at vinna dystin, sigur Annika. Tungt hjá landsliðsleikarum Hon leggur annars afturat, at tað allar helst eisini hevði sítt at siga, at Kyndil hevur havt somikið nógvar leikarar á landsliðnum. Hjá okkum hevur bara Joan M. Joensen spælt við í landsdystunum, meðan vit aðrar hava havt frí frá hondbóltinum í tvær vikur. Tí gleddu vit okkum allar at koma á vøllin. Annika leggur afturat, at tað hjá Kyndli tóktist vera púra øvugt. Kyndil hevði um vikuskiftið fýra leikarar við í landsliðshópinum, og hesar eru helst í størri mun enn tann eina hjá Stjørnuni berandi kreftir á liðnum. Tá tær so hava nýtt somikið nógva orku til at fokuserað upp á landsliðsuppgávurnar, er ikki meira enn náttúrligt, at hetta merkist aftur í fyrstu landskappingardystunum. Adriana á veg Annars kundi Annika eisini bera tey gleðisboðini til viðhadlsfólkini hjá Stjørnuni, at tað nú fer at styttast, til Adriana Milodanovic aftur verður tøk hjá teimum. Mikudagin fór hon á skaðastovuna, har gipsið skuldi takast av, og eftir hetta skuldi støða so takast til, hvussu og nær hon av álvara kundi fara undir venjingarnar. Dysturin í tølum Málskjúttar: Stjørnan: Vesna Tomajek 9(3), Joan M. Joensen 5, Anna K. Samson 5, Annika Ljósstein 4, Una Olsen 4, Bára Skaale 3, Sólvá Eystberg 2, Rannvá Andreasen 1(1) Kyndil: Jórun Ludvig 7(1), Ann Hansen 7(3), Anita Kjærbo 4, Signhild Petersen 3, Christina Holm 1, Brynhild Klein 1, Jensia Petersen 1 Brotskøst: Stjørnan 4, Kyndil 6 Útvísingar: Kyndil 3 Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen og Dánjal Hansen Mynd av Adrianu Adriana Milodanovic skuldi mikudagin á skaðastovuna at taka gipsið av, og í Klaksvík vóna tey, at hon skjótt kann fara undir aftur hondbóltsvenjingina Óli P. Hússetur Uppskot til fyribils prestagarð á Glyvrum Fríggjadagur 8. des. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Til reiðar at verja seg móti føroyingum Landsstýrið royndi at uppklára, hví næstovastin á støðini í Mjørkadali í 1976 segði seg vita um føroyingar, sum vóru til reiðar at leyp á NATO-støðina Landsstýrið tók tað í stórum álvara, tá næstovastin á støðini í Mjørkadali og Sornfelli í 1976 segði við myndablaðið Magn, at støðin var til reiðar at verja seg ímóti føroyskum álopum á støðina. Landsstýrið sendi ríkisumboðnum skriv við fyrispurningi um málið, men einki svar finnist til skrivið. Hetta stendur at lesa í nýggju ískoytisfrágreiðingini til ávegisfrágreiðingina um Føroyar í kalda krígnum, sum Jákup Thorsteinsson, søgufrøðingur, hevur gjørt. Jákup Thorsteinsson hevur havt atgongd til øll skjøl hjá landsstýrinum um NATO og hernaðarmál annars. Út frá hesum skjølum, hevur hann gjørt eina ískoytisfrágreiðing til frágreiðingina, sum er at finna í Svørtubók. Klárir at verja seg Í hesi frágreiðing staðfestir Jákup Thorsteinsson, at tað vakti ans, tá næsovastin á støðini í Mjørkadali/Sornfelli, Jensen majorur, hevði samrøðu við myndablaðið Magn í juli mánaði 1976. Í samrøðuni viðgekk majorurin, at støðin í Mjørkadali og Sornfelli var eitt álopsmál hjá eystanveldunum í krígstíð. Majorurin segði við blaðið, at støðin í Mjørkadali og Sornfelli var eitt tað fyrsta, sum ein mótpartur í krígsstøðu fór at royna at oyðileggja. Sama var galdandi fyri allar aðrar ávaringarstøðir kring heimin. Harafturat segði Jensen majorur, at herstøðin í Mjørkadali var til reiðar at verja seg ímóti álopum frá føroyingum. Hesi fólk umrøddi majorurin sum fólk, ið onkursvegna vórðu vápnað, og sum onkursvegna høvdu samband við tey, sum fóru at leypa á støðina. Fylgdu við í Føroyum Um Jensen majorur er rætt endurgivin í Magn, so er orðingin rættiliga áhugaverd, tí so merkir hetta, at hervaldið hevur roknað við tí møguleika, at eystanveldini hava havt viðhaldsfólk í Føroyum, skrivar Jákup Thorsteinsson í síni ískoytisfrágreiðing. Orðini hjá Jensen leggja helst eisini upp til, at hervaldið fylgdi við, hvørji fólk kundu hugsast at taka part við eystanveldunum í møguligari krígsstøðu. Í august mánaði 1976 sendi landsstýrið, sum tók orðini hjá Jensen í stórum álvara, ríkisumboðnum skriv við fyrispurningi um málið. Jákup Thorsteinsson hevur einki svarskriv funnið frá ríkisumboðnum. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Kanningin eystanfyri skal nú setast í gongd Løgmaður lovar, at farið verður undir ætlaðu kanningina í skjalagoymslum eystanfyri beinanvegin Landsstýrið legði bragdliga fyri, tá tað í apríl mánaði í ár fekk eina eykajáttan frá løgtinginum til at gera kanningar í skjalagoymslum eystanfyri. Men hóast meira enn eitt hálvt ár er liðin síðani pengarnir vórðu tøkir, og ætlanin var at seta kanningina í verk beinanvegin, er arbeiðið framvegis ikki farið í gongd. Løgmaður sigur nú, at skal hol setast á arbeiðið beinanvegin. Arbeiðssetningurin er klárur, og nú skulu avtalur gerast við fólkini, sum skulu gera arbeiðið. Vit vóna at praktiska arbeiðið kann byrja í januar mánaði, sigur Anfinn Kallsberg. Týdningarmikið Søgufrøðingar hava longu gjørt kanningar vestanfyri, og ávegis úrslitið av teimum kanningunum er at finna í Svørtubók. Ein ískoytisfrágreiðing var almannakunngjørd í vikuni, og í henni sigur søgufrøðingurin, Jákup Thorsteinsson, at skal javnvág koma í kanningarnar av hernaðarligu fortíðini, mugu søgufrøðingar fáa skjøl úr eystureuropeiskum skjalasavnum til vega. Hesum er løgmaður samdur í. Tað er umráðandi, at vit gera eina líknandi kanning eystanfyri, sum vit hava gjørt vestanfyri. Arbeiðssetningurin til nýggju kanningina líkist eisini rættiliga nógv honum, sum varð brúktur vestanfyri, sigur Anfinn Kallsberg. Granska sambandið eystureftir Løgmaður vísir á, at í teimum skjølum, sum eru komin undan kavi vestanfyri, eru nógvar ábendingar um, at tað var ikki bara vesturheimurin, sum fylgdi við í Føroyum. Tað er einki at ivast í, at londini í eystureuropa høvdu stóran áhuga í føroyskum viðurskiftum, og hetta mugu vit fáa meira at vita um, sigur hann. Vit mugu staðfesta, hvat samband var millum persónar í Føroyum og londini eystanfyri jarntjaldið, og hvussu hesi londini fingu upplýsingar úr Føroyum, sigur Anfinn Kallsberg. Pengar tøkir Herluf Sigvaldson, leiðari á uttanlandsdeildini á Løgmansskrivstovuni, skal samskipa kanningararbeiðið eystanfyri, men tað verða helst søgufrøðingar, sum koma at gera kanningarnar. Løgmansskrivstovan fekk í vár eykajáttan upp á 400.000 krónur til kanningarnar eystanfyri, og í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár verður mælt til at játta somu upphædd. Ætlanin er eisini at fáa neyðugar pengar til vega longri frammi í tíðini, tá hetta verður neyðugt. Heilsan til gullbrúðarparið Hildu og Allan Næs í Nesi í Hvalba 50 ár er drúgv tíð í einum menniskja-lívi. Tá eru tey flestu av okkum farin um hálvan aldur. Tey, sum uppliva at halda gullbrúdleyp í sínum hjúnalagi, tey hava av sonnum livað lívið, hóast mong av teimum nú í okkara tíð fáa eitt langt lívskvøld skoytt uppí. Hetta vil eg sjálvandi eisini ynskja fyri tykkum bæði, Hildu og Allan, sum nú 9. des. halda tykkara gullbrúdleyp og sum kunnu líta aftur á eitt langt og virksamt lív. Hilda og Allin eru bæði fødd og uppvaksin í Nesi, har tey settu búgv. Tey eru bæði fødd í 1925 og hava upplivað ta trongu og berligu tíðina í 1930 árunum, tá ið árslønin hjá fiskimonnunum lá ímillum 300-700 krónur. Tey hava upplivað tey hættisligu krígsárini (1940-1945) við teirra sorgarleikum og samfelags-broytingum, sum fullkomiliga í mongum førum umskapaði lívsmynstrið og livikorini á bygd í Føroyum. Men teirra støðið sum bygdarfólk var ikki tikið av lagi - tey vóru av tí berginum brotin. Tað var stór broyting hjá fiskimanninum - sum Allin var frá 15 ára aldri - frá seinast á 1930 árunum at hava eina ársinntøku u.l. 600-700 kr. og so nøkur fá ár seinni - undir krígnum - at fáa 5000-6000 kr. í 3-4 vikur ein ísfiskatúr. Tá galt um at fóta sær fíggjarliga. Hetta dugdu Hilda og Allin. Tey eru enn millum teirra, sum enn elska og virða bygdarlívið - tað, sum eftir er av tí. Umframt at halda húsið, sum fitt av ogn liggur til, er Hilda enn røsk til hendurnar bæði at binda og baldýra. Í ungdómsárunum var hon burtur og tænti í húsi sum arbeiðsgenta. Hetta var so vanligt tá. Men hon var eisini í Havn og lærdi at seyma hjá bróður sínum, tí vælumtókta skræddaranum, Niclasi Ludvig. Hetta er komið henni væl við seinni sum húsmóðir, mamma og omma. Øll síni bestu ár sum aðrar sjómanskonur røkti Hilda bæði kúnna og seyðin, evnagóð og sterk sum hon var. Sum aðrar ungar gentur í hennara barnaárum var hon við bæði at fiska kúving og at stinga fliður til agn hjá útróðrarmonnunum - ein horvin verð í dag, men við góðum og ríkum minnum hjá teimum, sum upplivdu tað gamla og nú farna bygdalívið við tí neyðuga felagsskapinum, sum skapaði samfelagið. Millum menn fekk Allin - rætta navn hansara er Daniel Peter - um endan á gamla samfelagnum. Hann minnist útróðurin við árabáti bæði fyri eystan og fyri vestan. Men ungdóms- og mandóms-árini luttók hann sjálvur mest í útróðri við motorbáti um vetrarnar. Tá var >>Johanna<< hjá nesmonnum í høgum virði. Allin var fiskimaður burturav. Hann fekk um endan á sluppfiskiskapinum við Ísland og Grønland og síðan tey mongu seinni árini við trolara vetur og summar, í myrkri sum í ljósum, soleiðis sum okkara fiskimenn arbeiða dagin í dag. Tað var ikki bara broytingina í sjólívinum, Allin upplivdi. Hann var bygdarmaður burturav og luttók í øllum, sum bygdin hevði at bjóða. Eitt skifti var tað kolarbeiðinum, sum hvalbingar livdu av, og Allin bar seg ikki undan hvørki við hakkara ella spaða í kolholinum. Frá óvitaárunum var hann siðmaður bæði inni á landi og í Lítlu Dímun. Tey eru ikki fá túsund náta- og lomvigaregg, hann er komin upp um eggina við. Hann hevur mangan skølingin slitið upp í berginum, áðrenn hesin felagsskapunum var avlagdur nú fyri árum síðan. Men enn røkir hann 75 ára gamal sín hálva gyllin í Lítlu Dímun. Á rekstri hevur hann havt sína føstu gongu upp fyri sunnan á Toppin og so niður fyri norðan móti rættini. Tey seinastu árini hevur hann havt abbasynirnar við, tí gamalt er, at hann sum bjargamaður skal vera, má vera við frá óvitaárunum og læra av teimum eldri. Tað hevur verið honum ein stór gleði, at hann hevur kunnað havt abbasynirnar við í oynna, so hugagóðir teir hava verið. Teir hava ikki verið minni hugagóðir at hjálpa honum í Trøðini og í Slokkunum, har Allin hevur gjørt tað sjáldsama bragd í okkara tíð við haka og hvísl at drena alt Slokkastykkið, so at gomlu gravirnar og kornteigarnir hjá abba hansara, Damla Danjali, sum hann ber navnið eftir, nú eru ein einasti fløttur - u.l. eitt kúfóður í vídd. Arbeiðshug og arbeiðsevni hevur Allin fingið í vøggugávu. Hann hevur altíð verið og - hóast síni 75 ár - er framvegis eitt arbeiðsjarn, hugagóður og raskur alla staðni millum manna, altíð beinasamur, góður at heita á, ongantíð við teimum stóru orðunum, men stillførur, álítandi í øllum verki sínum, friðarmaður - hansar apartur lá ongantíð eftir, har hann var og er. Eftir at sjúkrakassarnir vórðu samanlagdir, fekk Allin ábyrgd av at krevja limagjaldið inn í sóknini, og hann var valdur í felagsstýrið fyri sjúkrakassarnar, har hann nú hevur verið í meira enn 20 ár. Í einum so longum hjúnalagi sum hjá Hildu og Allanum, har maðurin hevur havt sítt arbeið fyri ein stóran part á sjónum, har ilt er at byggja borð fyri báru, og á landi í bakka og í bjørgum, har ofta bara eitt fet er frá deyðanum - har hevur konan mangan sínar óttafullu løtur. Mangar slíkar løtur eru eisini at minnast á hjá Hildu, t.d. hina ferðina í Lítlu Dímun, tá ið hvalbingar lógu bátleysir úti í Lítlu Dímun eina ódnarnátt um heystið, og heimafólkið ikki visti, hvussu leikur fór. Ella hina ferðina, tá ið Allin sjálvur varð háttur av eldi umborð á motorbáti. Í neyðini leyp hann fyrst fyri borð og síðan vant hann seg upp aftur á dekkið at bjarga bæði mannalívi og bátinum frá eldsbruna. Tað er ikki skamrós, tá ið sagt verður, at Hilda og Allin, sum hjún, sum grannar, sum bygdarfólk og sum trúføst fólk á kirkjugøtuni hava livað upp til tað bønina, prestur bað fyri teimum á prædikustólinum tann dagin fyri 50 árum síðani, tá ið lýst varð fyri teimum, um at tey máttu liva øðrum til gott fyridømi. Teimum verður ynskt tillukku við gullbrúdleypsdegnum nú 9. desember við bestu ynskjum um framhaldandi gott hjúnalag og Guds signing á lívsleiðini. Johs. Niclas Johannes Soleiðis minnast kendir tónleikarar 8. desember 1980 Í dag, 8. desember, eru 20 ár liðin, síðani John Lennon varð myrdur uttan fyri Dakota bygningin í New York. Kring allan heim verður stovnarin av heimsins størsta rockbólki mintur. Les her, hvussu ymisk fólk innan rocktónleikin minnast aftur á ræðuliga dagin Niclas Johannesen Keith Richards (Rolling Stones): Eg var í býnum á Fitfth Avenue (í New York). Aftan á eg fekk fyrstutíðindini, hugsaði eg, 'hann klárar tað'. Tú veist, 'tað er bara eitt kjøtsár'. Og síðani, seinni, komu sonnu tíðindini. Hann var ikki bara mín vinur. Í veruleikanum vóru øll hansara vinir. Hann var ein stuttligur maður. Og tað gongur upp fyri tær, at tú ert púrasta tikin á bóli. Tú trýrt tí í veruleikanum ikki. Og tú hugsar. "Guð, hví kann eg ikki gera nakað við tað?" Eg bleiv rættiliga fullur oman á hetta. Og so fekk eg mær ein lítlan aftrat vegna John. Síðani var tað ruðuleikin, telefonkallini, at royna at finna út av, um alt var í lagi við Yoko. Tað vóru The Beatles, og so var tað John. Sum bólkur vóru teir ein dygg eind. Men John var sín egni. Vit funnu væl út av tí saman. Vit sóust ikki ofta, men tað hendi seg, at hann kom á vitjan á hotellinum. Var eg í býnum, so búði eg vanliga á Plaza. Um John støkk inn á gólvið, so merkti tað, at hann var í veitsluhýri. Tú veist, hann kom ikki fyri at hava eitt orðaskifti um filosofi - hóast tað ofta kundi enda við tí. Eg var júst komin til býin og har bleiv bankað á dyrnar: "Hey, hvat hendir her á leiðum?" Vit plagdu síðan at taka guitararnar fram og syngja. Avlopstíðin fór at skifta orð um heimsvald. Sting: Eg var í Miami, og eg haldi The Police vóru komnir av pallinum umleið klokkan 10:15. Mær var sagt, at hann var skotin, og eg hevði somu reaktión sum øll onnur: Vantrúgv, skelk, ræðslu. Tað, sum hendir, tá fólk sum hann doyggja er, at landskapið broytist. Tú veist: Eitt fjall hvørvur, ein á er burtur. Og eg haldi, hansara deyði var líka umvarðandi. The Beatles myndaðu mín uppvøkstur, mín lærdóm. Teir komu frá eini sera meinlíkum stað: teir ensku ídnaðarbýirnir, arbeiðaraklassi, teir skrivaðu sínar egnu sangir, løgdu heimin fyri sínar føtur. Hetta gjørdist fyrimyndin fyri rúgvu av bretska ungdóminum, sum royndi at gera tað sama. Sheryl Crow: Eg hugdi eftir "Monday Night Football" á lærda háskúlanum í Missouri. Howard Cosell kunngjørdi deyða Lennon's. Hann snøgt sagt gjørdi vart við, hvussu lítið hesin dysturin hevði upp á seg og kunngjørdi, at ein stavnamaður frá hesum ættarliði var vorðin myrdur. Í bólkinum, sum ávirkaði tónleikin allarmest og - útyvir tað - eisini mentanina. John Lennon umboðaði tann hugburðin, har rock'n'roll var uppreistur, ónøgd og sosialt medvit - tankin, at vit sum fólk kunnu rúmka okkara vit og skil, vaksa og liva saman í kærleika og friði. Hann royndi at flætta hesi ideali inn í hansara tónleik og lív. Hansara ávirkan er allastaðni - í hvørjum einasta rock'n'roll sangskrivara. Noel Gallager (Oasis): Eg var í stovuni í Manchester og lurtaði eftir einum fótbóltsdysti, og tey brutu av fyri at siga, at John Lennon var myrdur. Tað var eitt sindur sum "fuck" - har var í veruleikanum bara tøgn. Serliga fyri mammu mína; hon var tannáringur í 60'unum og ein Beatles-fan. At Lennon doyði, hevði meira sjónliga ávirkan á hana enn á meg, tí eg var bert 13 ár um hetta mundið. Eg visti ikki, hvat tað merkti - inntil eg uppdagaði The White Album. Og tá hugsaði eg "Fuck, hesin fýrurin er ikki til longur. Eg haldi arvurin eftir Lennon er so avgjørt 100 prosent hansara tónleikur. Eg eri ikki serliga áhugaður í hansara politikki ella hansara aktivist-flippi mótvegis endanum av hansara lívi. Hansara tónleikur var fullkomiliga tíðarleysur og meistarligur. Var tað ikki fyri John Lennon, so rokni eg við, at Paul McCartney hevði fingið The Beatles at skriva 'Yesterday' heilt inntil teir fóru hvør til sítt. Spyrt tú nakran hvassan tónleikara í London, so sum Chemical Brothers ella Prodigy - um tú tevjar teg aftur eftir tónleikaslóðini - so steðgar alt afturrák við 'Tomorrow Never Knows". Tað var í 1966, at Lennon skrivaði tann sangin. Um tú hugsar aftur á allar sangirnar, sum vóru frammi tá, so var alt "You love me/I love you/Whoopie-doo." Lennon vildi ljóða sum túsund messandi munkar á einum heyggi. Hann er allarhelst framvegis tjúgu ár framman fyri sína tíð, sjálvt um hann hevur verið deyður í tjúgu ár. Art Garfunkel (Simon & Gartfunkel): Eg minnist tann dagin, tá John Lennon doyði. Eg tók upp mína plátu 'Scissors Cut' í Critera Studios í Miami. Eg tók sang upp tað kvøldi, og hjálpar-upptøkumaðurin breyt meg av og segði, "eg havi nakað ræðuligt at fortelja tær." Eg tók ein langan steðg og royndi síðani at halda á, men tað gekk ikki, so eg fór inn í kontrolrúmið og segði "vit gera ikki meira í kvøld; eg kann ikki syngja, eg kann ikki arbeiða, eg kann ikki snakka - eg veit ikki, hvat eg skal siga." Eg kendi hann eitt sindur, og hann var ótrúliga dámligur. Einaferð eftir døgurða í Dakota bygninginum hálaði hann meg við inn í kamarið. So eg siti á endanum í hansara song og hann sigur; "eg vil hava teg at fortelja mær um títt arbeiði við Paul (Simon), tí eg skilji, at tit hava júst tikið upp í Nashville." Vit høvdu akkurát gjørt 'My Little Town'. "Eg fái uppringinar frá mínum Paul, sum arbeiðir við einum Allen Toussaint. Og hann vil vita, um eg eri tøkur. Hvat skal eg gera?", spurdi John. Kanst tú hugsa tær, hvussu eg kendi tað? John Lennon spyrja meg um ráð? Eg kundi klípt meg sjálvan ta løtuna, tí sum eitt snarljós gekk tað upp fyri mær: Ikki er tað løgið, at hann bergtók allan heimin - hann er ein ordans sølumaður. Hann visti ákkurát, hvat hann skuldi siga við meg sum var viðkomandi og menniskjaligt og veruligt og jarðbundið og fasinerandi. Og tað var júst tað, hann eisini gjørdi við allan heimin. Hann var ein hitt-pláta - hansara tilvera var sum eitt hitt-lag. Og eg segði við hann: "John, eg hevði gjørt tað - skúgvað alt persónligt briksl til síðis og gera tónleik saman við onkrum, sum tú hevur skapt ein sound saman við. Nakað sum er hugaligt og loysir seg at halda seg til." Hann tók ikki móti mínum ráðum. Jeff Lynne (ELO): Eg minnist fyrst og fremst skelkin. Eg var í Onglandi - og eg vaknaði og tíðindini vóru allastaðni, á hvørjari útvarpsstøð. Radio One spældi hansara løg í eini maratonrøð. Og tað gekk ikki rættiliga upp fyri mær beinanvegin. Eini tvey John Lennon løg blivu spæld, og síðan minnist eg, at onkur kom út í luftina og segði eitt ella annað við 'tragiska deyða John Lennons.' Eg misti alla hilling eftir tað. "I Am the Walrus" er tann besti sangurin, sum nakrantíð er gjørdur - tað snildasta, tann mest sinnisvekjandi bunkin av møsni nakrantíð. Tær nýtist bara at hugsa um 'Yellow matter custard/Dripping from a dead dog's eye.' 'Semolina pilchard/Climbing up the Eiffel Tower." Tað er so langt úti - arrangementið, ljóðeffektirnar, alt. Eg gangi út frá, at arvurin eftir hann er, at tú kanst byrja við ongum og gerast nakað av tí størsta, sum er nakrantíð hent. Billy Corgan (Smashing Pumpkins): Eg var trettan og eg búði heima. Eg minnist, hvussu eg rann uppá og fosturmamma mín segði "Á Guð, tað er ræðuligt", tá eg segði henni tað. Eg dugdi at síggja, at tað rørdi hana, men tá tú gerst eldri, so hugsar tú bara sum so "Á denn svaka verð." Eg minnist, at eg græt, tí eg var ein stórur 'fan'. Hann var eitt menniskja, sum onkuntíð var á rættari leið og aðra tíðir á skeivari leið. Sæð frá einum rock-stjørnu-sjónarmiði, so er tú altíð í vanda. Ein leikari er altíð ein íspegil, og ein leikari í samfelagnum virkar altíð sum snarljós-avleiðari fyri onnur ting. At drepa hann var sum at drepa Kong. Nakað av tí óseka fór av fólki eftir hetta. Fólk flentu bara eftir John og Yoko um tað mundið, teirra 'Bed-in' framtak var í hæddini. Í dag er hetta fyri meg at meta sum eitt kollveltandi framtak av størsta týdningi. Hann var tann fyrsti persónurin, sum stillaði upp og á ein popputtan hátt segði, at friður var týðandi. Yoko eigur eisini ein part av æruni.. Hundrað-, tveyhundrað ár frameftir kunnu væl fara at vísa, at hetta var tað týdningarmiklasta, tey gjørdu saman - tann sannroyndin, at hann var til reiðar at offra seg sjálvan fyri einum hægri kalli, at hann sum ein artistur at kravdi broyting, at hann setti sína yrkisleið í vága og varð speirikin omaná, at konan varð spilt út - hann offraði eina rúgvu. Tað, sum ger tað upp aftur meira syndarligt er, at hann offraði alt, og tað var ikki nóg mikið. Maðurin var ein slíkur hugsjónarmaður, at eg trúgvi ikki, vit kunnu ímyndað okkum, hvat hann hevði tikist við í dag, um hann livdi. Kanska hevði hann gjørt tað 'cool' og í lagi at kunna selt plátur í USA, sjálvt um tú ert farin um tey fjøruti. Um tú fert til Evropa, so eru fleiri av hesum eldru fýrunum framvegis í hæddini, tí teir missa ikki sín manndóm og treystleika sjálvt um teir gerast eldri, men soleiðis er ikki í Amerika. Kanska hevði hann broytt hetta; hann kundi havt gjørt tað seðy at gerast eldri og framvegis rokka. Maðurin var bara við at fáa hitan. Tom Petty: Eg var í Cherokee upptøkuhølunum í Hollywood, tá eg hoyrdi tað. Eg arbeiddi saman við produsaranum Jimmy Lovine, sum kendi John og hevði arbeitt heilt fitt saman við honum. Onkur ringdi til studio úr New York og segði, at John var skotin. Vit trúðu, tað var sagt í spølni og hildu á við at arbeiða. Síðani ringdi onkur og segði, at 'John er deyður'. Upptøkurnar steðgaðu. Eg fór heim, og á vegnum heim sá eg, hvussu fólk sótu og bíðaðu eftir ferðsluljósinum - grátandi. Eg hevði ilt við at trúgva tí heila. Eg havi framegis ilt við at trúgva tí. John Lennon hevði alt at siga. Tá á eg byrjaði at spæla í 60'unum ávirkaði hann okkum út um alt mát. Hann var allarhelst ein av tveimum, trimum teimum bestu rocksangarunum nakrantíð, og hvat kanst tú veruliga siga um hansara sangskriving? Hann var bara... yvirnatúrligur. Og hansara rytmuguitarspæl - royn og lurta eftir á A Hard Days Night, tá teir spæla "And I Love Her." Hann kundi veruliga fáa eitt orkestur at súga og loypa. Fyri meg er arvurin eftir Lennon hansara falsloysi. Tá eg var ungur, og sá The Beatles framføra sangir á sjónvarpi, so vóru teir teir fyrstu at siga annað enn bara innantómar showbiz-klisjeir. Teir søgdu veruliga nakað. Hann var ein dygg fyrimynd fyri alt mítt ættarlið, tí tú visti nær John píndist og tú visti nær John var fegin, men alt kom onkursvegna út á ein rættan hátt. Marianne Faithfull (sangarinna og unnusta hjá Mick Jagger í 60'unum): Eg var akkurát farin í ein mini-cab í London, tá tíðindini bórust í útvarpinum og tey spældu allar sangirnar við John Lennon. Tann fyrsti sangurin var 'A Day in the Life.' Eg var fullkomiliga skelkað, men, á ein hátt, ikki serliga ovfarin. Tann stuttligasta tíðin, eg nakrantíð hevði saman við John Lennon var, tá vit fóru at hitta Maharishi (Mahesh Yogi, ein víðagitin guru og andaligur leiðari), og tað var tá eg veruliga kom honum nærmast. Hann var so stuttligur. Eg var altíð eitt sindur rædd fyri honum, tí hann var so ótrúliga gløggur. Tað vikuskiftið, vit fóru til Bangor (Wales, har Maharishi helt ein fyrilestur) vera sera intens, tí vit fóru øll við jarnbreytarfari: The Beatles og eg og Mick Jagger og Maharishi. Og síðani - sama vikuskiftið - fingu vit boðini, at Brian Epstein (managarin hjá The Beatles) var deyður. John var knústur. Hansara arvur? Tað er torført at siga í orðum. Eg meini so við, tað er onki at snakka um. Hann broytti bara andlitið á popp tónleiki í allar ævir... Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Karsten Hansen við at geva skarvin yvir í ósemjuni um Brimil Møguleikarnir fyri at finna semju eru nú av álvara við at vera troyttir. Men ein endi má finnast á ósemjuni, so nú nærkast tíðin skjótt, har málið verður lagt fyri Løgtingið, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum Nú skal ikki nógv til afturat, áðrenn ósemjan um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við nýggja vaktarskipinum Brimli, verður løgd fyri Løgtingið at taka støðu til. Eftir at seinasta semingsroyndin miseydnaðist týsdagin, ásannar Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at møguleikarnir fyri at finna semju eru av álvara við at vera troyttir. Hann sigur, at enn er tó einki avgjørt um at leggja málið fyri tingið. Málið skal umrøðast á landsstýrisfundi ein av fyrstu døgunum, og eftir tað verður støða tikin til, hvussu farast skal fram hiðani frá. Á seinastu semingsroyndini týsdagin, legði fíggjarmálastýrið eitt uppskot fyri manningafeløgini, sum tey vrakaðu. Men Karsten Hansen heldur kortini ikki, at afturvísingin hjá manningarfeløgunum var púra avgjørd og treytaleys og tí kann tað kortini vera, at okkurt vísir seg, tá ið svarið er kannað gjølligari. Hann heldur, at vit skulu aldrin siga aldrin. Men tað skilst kortini á honum, at innast inni trýr hann sjálvur ikki serliga nógv uppá tann møguleikan longur. Í veruleikanum hevur talan ongantíð verið um samráðingar. Krøvini frá manningafeløgunum hava verið treytaleys og tey hava ikki viljað flutt seg ein tumma. Hinvegin hevur fíggjarmálastýrið flutt seg rættiliga langt. Tí hevur støðan verið heilt, heilt óvanlig og undir slíkum umstøðum ber næstan ikki til at semjast, sigur Karsten Hansen. Hann sigur, at á fyrsta samráðingarfundinum løgdu manningafeløgini síni krøv fram, og síðani settu tey seg upp afturá og hava heilt einfalt ikki vilja samráðst. Men eg havi boðað greitt frá, at stendur tað til mín, verða lønarkrøv uppá upp á yvir 40% ikki gingin á møti í einum høggi - og so slett ikki mitt í einum sáttmálaskeiði. Karsten Hansen sigur, at tað hevði verið tað besta, um hendan ósemjan kundi verðið loyst við samráðingum. Men tá ið annar parturin hevur víst, at hann yvirhøvur ikki vil samráðast, mugu vit ásanna, at tíðin nú er nú við at nærkast, har Løgtingið verður noytt til at avgreiða spurningin. Tí málið skal so loysast og nú er tað nógv sum bendir á, at tað ikki ber til at finna eina samráðingarloysn. Karsten Hansen sigur, at hann virðir samráðingarrættin hjá hjá arbeiðsmarknaðinum. Men tá ið feløgini, sum tvíhalda um hendan samráðingarrættin, ikki vilja samráðast, hava vit ein trupulleika. Stúrir ikki Fakfeløgini hava lovað ilt, um málið verður lagt fyri tingið. Stúrir tú ikki fyri avleiðingunum, um málið verður lagt fyri tingið? Nei, tað geri eg ikki. Fakfeløgini fara skeiv, um tey halda, at tey kunnu seta órímilig krøv og so seta seg í djúpa stól at bíða, til vit hava gingið krøvunum á møti. Verður málið lagt fyri tingið, verður tað tingið, sum leggur støðið. Eg kann ikki annað enn leggja eitt uppskot fyri tingið. Men tað verður eitt uppskot, sum sum er búskaparliga forsvarligt og ikki eitt uppskot, sum gongur feløgunum á møti. Og so stendur tað til tingið at gera av, hvussu stór lønarhækkingin skal vera. Heldur tingið, at tað er hóskandi við eini lønarhækking uppá 3%, verður tað so. Heldur tingið hinvegin, at ein lønarhækking uppá 40% er rímilig, verður tað so. Men tingið skal bara gera sær greitt, at við teirri avgerð, sum tað tekur, fer tað at leggja støðið fyri teimum sáttmálasamráðingum, sum verða í vár. Og metir tingið, at ein lønarglíðing á hasum støðinum, so er bara at samtykkja eina munandi lønarhækking. Og Karsten Hansen leggur afturat, at avgerðin, sum tingið fer at taka, um tað kemur hartil við Brimli, fer at geva honum sjálvum eina greiða ábending um, hvør linja skal leggjast í lønarsamráðingunum, sum vera í vár. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Vísti kæruni frá sær Bygdaráðið í Sumbiar Kommunu gav ikki Finnbjørn Poulsen viðhald í kæruni um kommunuvalið 21. november Tað fór onki óreglugligt fram á bygdaráðsvalinum í Sumbiar Kommunu næstseinasta týsdag. Tað staðfesti bygdaráðið á fundi týskvøldið. Sostatt vildi tað ikki geva Finnbjørn Pouslen viðhald í kæruni, sum hann hevði sent bygdaráðnum um mátan, sum valið varð avgreitt uppá. Finnbjørn Poulsen var uppstillaður til bygdaráðsvalið, men varð ikki valdur. Sjálvur heldur hann, at eitt mistak varð gjørt, sum førdi til, at hann misti møguleikan at standa seg á jøvnum føti við hini valevnini. Hann hevur búð niðri, men flutti heim á sumri í 1999, og skuldi búgva í Lopra, sum er í Sumbiar Kommunu. Men nú valhølini lata upp, varnast fólk, at hann stendur ikki á vallistanum. Aftaná kemur tað út, at hann er ikki valbærur í Sumbiar Kommunu, tí av misgáum hevur Landsfólkaeftirlitið í Havn skrásett hann í Vágs Kommunu. Hann sigur, at fólk, sum fóru á val, fingu tí at vita, at tey kundu ikki velja hann, tí hann varð ikki skrásettur í Kommununi. Sum dagurin líður, verður mistakið rætta og tey, sum komu á val eftir døgverða, fingu onki at vita um, at tey ikki kundu velja hann Sostatt varð eg strikaður á atkvøðuseðlinum í helvtini av tíðini, sum valhølini vóru opin og tí havi eg ikki havt sama møguleika, sum hini valevnini, sigur hann Onki óregluligt Bygdaráðið viðgjørdi kæruna týskvøldið og niðurstøðan var, at Finnbjørn Poulsen skuldi ikki fáa viðhald í kæruni. Jacob Vestergaard, bygdaráðsformaður, sigur, at hetta vóru teir fýra bygdaráðslimirnir, sum vóru á fundi, samdir um. Fimti bygdaráðslimurin var burturstaddur. Bygdaráðsformaðurin sigur, at áðrenn bygdaráðið tók avgerð, fekk hon eina frágreiðing frá valstýrinum. Hann vil ikki út í æsir við málinum, tí enn er møguleiki at kæra avgerðina fyri Landsstýrinum, so enn er kæran ikki endaliga avgjørd. Men í stuttum sigur hann, at Finnbjørn Poulsen flytir heim á sumri 1999 og búsettist í Sumbiar Kommunu. Kommunan fær bræv um flytingina og skrásetir hana. Síðani verða flytipappírini send Landsfólkayvirlitinum at verða skrásett har. Og tá er tað, at mistakið hendir og at Landsfólkayvirlitið skrásetir hann í Vági. Jacob Vestergaard heldur, at orsøkin til mistakið er, at Sumbiar Kommuna hevur eisini postsmogu í Vági. Men tað stendur greitt í pappírunum, at hann er fluttur til Sumbiar Kommunu. Av tí, at hann er skrásettur í Vági, kemur hann ikki á vallista í Sumba. Men tað er hvør einstakur, sum hevur ábyrgdina av kanna, um hann stendur á vallistanum. Tað stóð Finnbjørn Poulsen ikki. Niðurstøðan var tí, at hann var í Sumbiar Kommunu og hevði tískil eisini valbæri. Hann var tí ikki strikaður av atkvøðuseðlinum. men av tí, at hann ikki stóð á vallistanum , slapp hann sjálvur ikki at velja, sigur bygdaráðsformaðurin John Johannessen - john@sosialurin.fo Fullveldiskotið latið heimleysum Butterfly frá Óla Breckmann og fullveldiskotið hjá Høgna Hoydal eru millum lutirnar, sum leygardagin verða seldir á stórari uppboðssølu í Rás 2 til frama fyri Herbergið hjá Frelsunarherinum Serstakasti luturin, sum verður seldur á stóru uppboðssøluni leygardagin til frama fyri Herbergið hjá Frelsunarherinum er helst fullveldiskotið hjá Høgna Hoydal. Høgni Hoydal hevur, síðani hann gjørdist landsstýrimaður, nýtt føroyska kotið sum eitt slag av eyðkennismerki fyri seg og sín politikk. Hann eigur tvey sokallað fullveldiskot. Annað hevur omma konu hansara, Hanna Lindenskov, sjálv vevað og latið honum sum gávu. Hitt hevur hann keypt. Kotið, sum Høgni Hoydal hevur latið Frelsunarherinum, er kotið, sum hann sjálvur hevur keypt. Hitt kotið vildi hann ikki lata, tí talan var um eina persónliga gávu frá ommu konuna, sum hann virðismetir høgt. Hetta kotið, ætlar hann, framvegis skal vera ímynd fyri seg og sín politikk. Men eg vildi fegin lata hitt kotið, tí talan er um eitt vælgerandi endamál, sum eg vil stuðla so nógv, sum eg kann. Undirhaldssending Uppboðssølan er skipað sum ein 7 - 8 tíma long undirhaldssending, sum verður send í Rás 2 leygardagin. Á skránni verður umframt uppboðssøluna, musikcafé, tónleikur, sangur og annað skemt. Vertir í sendingini vera Óla Jákup Rólantson og Somme Smith. Umframt fullveldiskotið hjá Høgna Hoydal og sloyfuna hjá Óla Breckmann verða eisini aðrir lutir við tilknýti til politiska lívið í Føroyum seldir á uppboðssøluni. Løgmaður hevur latið eitt sigerað eintak av Hvítubók við fylgisskjølum og Tórbjørn Jacobsen hevur latið ein tummastokk. Afturat politisku lutunum hava kend listarfólk latið listarverk til uppboðssøluna. Millum listarfólkini eru Ingálvur av Reyni, Eyvindur Mohr, Amariel Norðoy, Kári Sverrisson, Eyðun av Reyni og Bibi Sigmundardóttir. Uppboðssølan er soleiðis skipað, at umleið hálvan hvønn tíma verður kunngjørt, hvat boðið er uppá ymisku lutirnar. Hamarin fellur á midnátt. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Ger vart við útjaðaran Hendrik Old, løgtingsmaður, vil hava at vita, hvat Oljumálastýrið ger fyri at tryggja útjaðaranum lut í einari komandi oljuvinnu Tíðin styttist, til oljufeløgini av álvara fara undir at leita eftir olju í føroysku undirgrundini. Feløgini hava fingið síni leitiøkið, og næsta ár seta tey borin í tjúkka føroyska basaltið. Hendrik Old, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, hevur í hesum sambandinum sett Eyðun Elltør, landsstýrismanni í oljumálum, ein fyrispurning um leiklutin hjá útjaðaranum í oljuvinnuni. Ásett í lógini Tingmaðurin vil hava landsstýrismannin at greiða frá, um Oljumálastýrið roynir at tryggja sær, at útjaðarin eisini fær lut í virkseminum. Tá ið lógin um fyrsta útbjóðingarumfar varð viðgjørd í løgtinginum tíðliga í ár, samtykti løgtingið eitt broytingaruppskot um, at landsstýrismaðurin skal leggja dent á, at leitingar- og framleiðsluvirksemið úr Føroyum eisini fer fram í útjaðaranum. Hvørji stig hevur landsstýrismaðurin tikið fyri at tryggja sær, at hendan greinin í lógini um fyrsta útbjóðingarumfar verður fylgd, spyr Hendrik Old. Síðsta útkall Tingmaðurin sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at tað nu helst er síðsta útkall. Oljufeløgini eru farin at innheinta tilboð uppá útgerðarstøðir, og sum skilst, er ætlanin hjá oljufeløgunum at skipa seg um eina útgerðarstøð. Fleiri eru um boðið. Drelnes á Tvøroyri, Sund, Runavík og Havnin hava gjørt mest vart við seg, men enn hava oljufeløgini ikki tikið endaliga avgerð. Tí vil tingmaðurin hava at vita, hvørjar treytir landsstýrismaðurin hevur sett oljufeløgunum, sum tryggja, at lógin verður fylgd og útjaðarin fær sín lut í virkseminum. Á tingfundinum í gjár, samtykti løgtingið at Eyðun Elltør skal svara fyrispurninginum. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Skatturin ov langt burturi Dan R. Petersen vil hava landsstýrismannin í fíggjarmálum at endurreisa Toll- og skattstovuna í Fuglafirði. Tað er ov langt at skula koyra til Runavíkar at avgreiða toll- og skattaviðurskifti Hóast samskiftið við Toll- og skattstovu Føroya aloftast snýr seg um at skula lata pengar frá sær, so eru nøkur, sum vilja hava eitt tættari samskifti við Toll- og skattstovuna. Dan R. Petersen, tingmaður úr Fuglafirði, fýlist í einum fyrispurningi til Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, á, at tað ikki ber til at avgreiða síni toll- og skattaviðurskifti í Fuglafirði. Gjaldstovan í Fuglafirði varð niðurløgd undir kreppuni í 1993, og síðani tá hava borgararnir í Fuglafjarðar kommunu verið noyddir at koyra til Runavíkar, um teir hava ørindi hjá Toll - og skattstovuni. Ov langt at ferðast Nú tíðirnar eru góðar aftur, vil javnaðartingmaðurin hava at vita, um tað ber til at endurreisa Toll- og skattstovuna í Fuglafirði. Hann heldur, at ein so stór kommuna sum Fuglafjarðar kommuna eigur at hava sína egnu Toll- og skattstovu. Tað er ein meinbogi, at einasta avgreiðslan liggur 20 kilometrar burturi. Vinnulívið í Fuglafirði blómar, og fólk forvinna pening sum ongantíð fyrr. Fugjafjarðar kommuna er tann fimta størsta í landinum, men í framleiðsluvirði bæði til útflutnings og heimamarknað er hon nummar eitt. Skal vinnan mennast og støðast og fólkið trívast á staðnum, eigur landið at ganga undan og gera karmar og skapa umstøður, sigur Dan R. Petersen í viðmerkingunum. Í samsvar við samgonguskjalið Tingmaðurin vísir á, at nógv viðurskifti kunnu greiðast um telefonina, men nógv onnur kunnu bert greiðast á staðnum. Somuleiðis vísir Dan R. Petersen á samgonguskjalið, har tað millum annað stendur, at partar av almenna sektorinum skulu leggjast nærri borgarunum, at dentur skal leggjast á økismenning, og at tænastur skulu flytast nærri borgaranum. Út frá hesum lyftunum og umstøðunum í huga, slepst ikki undan hjá landsstýrisnum at endurstovna Toll- og skattstovuna í Fuglafirði, sigur tingmaðurin í fyrispurninginum til Karsten Hansen. Jólasjónleikur á Meiarínum Leygardagin og sunnudagin kl. 16 spælir Gríma jólasjónleik við søgu og sangi á Meiarínum. ODDAGREIN: Vandamikil heimu Samtíðis sum ófriðurin í Miðeystri heldur fram eru eygleiðarar farnir at tosa um vandan fyri einum veruligum kríggi í Miðeystri, millum Ísrael øðrumegin og arabisku londini hinumegin. Ilt er at ímynda sær, hvør kann vinna eitt slíkt kríggj. Neyvan er nakar ivi um, at øll londini, sum eitt slíkt kríggj fer at umfata, gerast taparar, harímillum eisini Ísrael. Hóast ovurstóru hernaðarmegi sína, sum eisini fevnir um kjarnorkuvápn, so kann ísraelska tjóðin neyvan koma væl frá einum lemjandi kríggi við øll síni grannalond. Ávaringarnar frá eitt nú ST-keldum eiga at verða tiknar í størsta álvara. Spurningurin um at fáa altjóða friðarherlið undir ST-eftirliti til Ísraels, Vestara Áarbakka og Gaza hevur verið frammi við jøvnum millumbili, men higartil hava ísraelar víst hesum uppskoti aftur. Tað er í tøkum tíma, at støða verður tikin til júst henda spurningin, tí hann er kanska einasta vónin fyri at steðga høpis- og meiningsleysu drápunum. Tá ísraelar og palestinar ikki eru førir fyri sjálvir at steðga ørskapinum, so má altjóða samfelagið koma uppí. Tað verður ein vanlukka, um úrslitið av einum komandi vali í Ísrael gevur monnum sum Ariel Sharon møguleikan at koma til maktina. Hevur støðan verið fastløst og ómøgulig við Barak í oddasessinum, so verður hon at meta við sætt ragnarok, kemur harðrendi og eirindarleysi Sharon til valdið. So tá umheimurin ávarar móti einum kríggi í Miðeystri skal hetta í fyrsta lagi tilskrivast óttanum fyri, at Ísrael fær eitt víðgongt høgrastýri. Tað fer við einum uppaftur harðrendari ísraelskum politikki av álvara at seta eld í alt Miðeystur. Og hetta kunnu londini í Vesturheiminum ikki liva við. Tí má ST og ikki minst USA gera sítt ítarsta til at leggja trýst á bæði ísraelar og palestinar um at finna eina ella aðra loysn. Her hevur USA eina stóra ábyrgd, tí landið letur Ísrael stóra búskaparliga hjálp. Vit kunnu tí bara óttast fyri, hvat kann henda, um USA fær ein høgravendan republikanskan forseta. Tað eru bert tær hóvligu kreftirnar í ísraelska og palestinska fólkinum saman við skilagóðum diplomatum úr vesturheiminum, sum kunnu minka um spenningin í hesum annars so yvirspenta øki. Hart móti hørðum politikkurin, sum tey víðgongdu á báðum síðum, standa fyri og royna at birta uppundir við nýggjum atsóknum, fer bert at føra ein veg, og tað er til tað totala kríggið í Miðeystri, sum kann fáa heimsumfatandi fylgjur. Sosialurin Jóannes Eidesgaard Nakrar hugleiðingar um orðið >>tjóð<< Løgmaður og forsætismálaráðharrin skylda báðir føroyingum eina frágreiðing um, hví teir hava tosað framvið hvørjum øðrum. Sólvit Simonsen Viðvíkjandi aling á Sandsvág Eg hevði vænta at onkur fór at gera viðmerking til svarið sum Eyðun Viderø fekk frá Bjarna Djurholm landsstýrismanni, men ikki so frætt sum løgtingsmennir-nir fyri oynna, lótust um vón. Fráboðan Nevndirnar í Føroya Arbeiðarafelag og Kollafjarðar Arbeiðarafelag hava á fundi hóskvøldið 30.11. 2000 viðgjørt tíðindini um, at Havnar Arbeiðsmannafelag alment hevr boðað frá, at teir krevja at arbeiðsfólkið í Kollafirði skulu gerast limir í Havnar Ar-beiðsmannafelag. Sune Jacobsen Minnisvarðin yvir hesa samgonguna ein Hvíta- og ein Svartabók Tvær ferð síðani Heimastýrislógin varð sett í gildi, hava vit havt samgongur, ið hava viljað broytt viðurskiftini munandi ímillum Føroyar og Danmark. Johan Mortensen Heimurin hitnar Sum flestum kunnugt varð altjóða fundur hildin í The Hague í farnu viku har so at siga allar heimsins tjóðir vóru samankomnar at røða um alsamt vaksandi vandan av globalari upphiting og fylgjurnar av henni. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Vilja varðveita rentustuðulin Teir báðir stóru andstøðuflokkarnir eru um at vera lidnir við fyrireikingunum av lógaruppskotið, sum skal tryggja setúsaeigarum móti fellandi rentustuðuli Sethúsafígging Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkkurin leggja í løtuni seinastu hond á fyririekingarnar til eitt broytingaruppskot, sum skal tryggja, at rentustuðulin framhaldandi verður 48%. Lógin um rentustuðulin ásetur annars, sum nevnt í blðanum í gjár, at rentustuðulin fram til 2003 skal minkað, soleiðis at hann tá kemur niður á 40%. Fyrsta árið verður lækkingin 4% og tey bæði fylgjandi er talan um 2%. Suðulin til rentuúteiðslur varð í sínari tíð hækkaður í eitt fyribils ásett tíðarskeið, sum ein partur av hjálpini til sethúsaeigarar. Hækkandi renta og kostnaðarstøði Hans Pauli Strøm, tinglimur hjá Javnaðarflokkinum, sigur, at orsøkin til broytingaruppskotið er hækkandi kostnaðarstøði og rentan. Eisini hóast hækkandi kostnaðarstøðið partvíst skyldast lønarhækkingunum, sum hava verið á arbeiðsmarknaðinum. Hann vísir á, at hetta, sum er, viðførir eina hækkandi útreiðslu fyri húsarhaldið. Serliga hjá teimum, sum nýliga hava bygt, og sum kanska ikki hoyra ti teirra við høgari inntøku. At minka um rentustuðulin vil fyri hesi vera at leggja stein oman á byrðu, heldur tingmaðurin. Har umframt skjóta flokkarnir í uppkotinum eisini upp, at markið fyri rentustuðul verður broytt. Í blaðnum í gjár nevndu vit, at markið í løtuni er ein rentuupphædd av 60.000 kr., men at hetta eftir umsókn kann hækkast upp í 120.000 kr. Flokkarnir mæla til, at tá hækkanin upp í 120.000 bert er ein avgreiðsluspurningur, sum ongantíð verður noktaður, er tað lættari umsitingarliga at áseta eitt mark á 120.000 kr., sum so ikki kann broytast. Eisini fyri at sleppast kann undan teirri óhepnu støðu, at eitt húski brádliga missur rentustuðulin, uttan at hava møguleika fyri at gera nakað við málið. Um útlitini fyri at fáa uppskotið samtykt, heldur Hans Pauli Strøm, at hesi ikki tykjast heilt av leið. Hann vísir á, at politikkarar úr øðrum flokkum, eitt nú Fólka- og Sjálvstýrisflokkinum, áður hava víst á trupulleikan, og at tað tí væl kann hugsast, at uppskotið hevur undirtøku ímillum samgongupolitikkarar. Endurskoða fíggingarmynstrið Annars leggur Hans Pauli Strøm afturat, at eftir hansara tykki er tíðin komin til at endurskoða marknaðin fyri sethúsafígging. Hann vísir á, at nú bankarnir í størri mun hava lagt seg eftir at veita seriulán, heldur enn annuitetslán, rakar ein rentuhækking lántakaran við størri kraft enn áður. Eisini vísir hann á rentuhækkanina, sum Húsalánsgrunnurin herfyri varð noyddur at gera. Hann sigur í hesum sambandi, at eitt av endamálunum við Húsalánsgrunninum er, at broyttar marknaðartreytir í minni mun skulu ávirka sethúsaeigaran. Hvørt ein nýggj loysn á hesum øki skuldi verið ein realkreditstovnur ella okkurt heilt annað, vil Hans Pauli Strøm ikki taka støðu til, men hann heldur fast um, at tað er tiltrongt við eini viðgerð av fíggingarmynstrinum. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Fríggjadagsdystur í Vági Ein dystur í bestu kvinnudeildini verður leiktur fríggjadagin, tá Kyndil vitjar VB. Annars eru fleiri dystir fluttir í mun til kappingarskipanina Hondbóltur Orsakað av landsdystum, steypakapping og øðrum, hevur HSF verið noytt at fremja fleiri broytingar í kappingini. Hetta ger, at kappingarskipanin ikki er eins eftirfarandi í øllum førum. Niðanfyri verður prentað yvirlit vyir dystir, sum skulu leikast í desember mánaði Dagur deild dystur Fríggjadag 8/12 kvinnur VB-Kyndil Leygardag 9/12 menn H71-KÍF Sunnudag 10/ 12 kvinnur Kyndil-VÍF Sunnudag 10/12 menn Kyndil-VÍF Sunnudag 10/12 kvinnur Stjørnan-Sóljan Sunnudag 10/12 kvinnur VB-Tjaldur Sunnudag 10/12 menn StÍF-Neistin Mikudag 13/12 menn Neistin-Kyndil Hósdag 14/12 menn VÍF-Tjaldur Leygardag 16/12 kvinnur Sóljan-Neistin Sunnudag 17/12 menn Neistin-StÍF Sunnudag 17/12 kvinnur Tjaldur-Kyndil Sunnudag 17/12 menn Tjaldur-Kyndil Sunnudag 17/12 kvinnur VÍF-Stjørnan Sunnudag 17/12 menn VÍF-KÍF Sum tað framgongur av hesum, so verður talan um ein dyst í bestu kvinnudeildini fríggjadagin. Kyndil, sum má sigast at hava eina sera strævna skrá í løtuni fer til Vágs, har uppgávan verður at nærkast bronsuplássinum, sum VB hevur í løtuni. VB eigur tó at roknast sum favorittur til dystin. Higartil í ár hava tær staðið seg heldur betri enn Kyndil, og øvugti dysturin í Havn herfyri endaði eisini við sigri til VB. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo GÍ styrkt um hópin Gøtumenn hava gjørt sáttmála við ein fyrrverandi polskan landsliðsleikara Fótbóltur Úrslitaliga mundi árið í fjør vera eitt hitt lakasta í langa tíð hjá gøtumonnum. Í øllum tá tosað verður um landskappingina, har teir at kalla ongantíð vóru við í stríðnum um heiðursmerki. Í steypakappingini hepnaðist tó betri, og sigurin í hesari ber við sær, at gøtumenn aftur komandi ár fara at spæla europeiskan fótbólt. Styrkja um liðið Meðan fótbóltstosið hevur gingið dúgliga í hinum feløgunum, so hevur kanska ikki verið so nógv at hoyrt til gøtumenn, men hetta merkir avgjørt ikki, at teir hava ligið á latu síðuni. Petur Holm, nevndarlimur í GÍ, sigur við Sosialin, at GÍ hevur gjørt sáttmála við álopssinnaða polska miðvallaran, Zdzislaw Janik. Janik er 33 ára gamal, og spælir nú í næstbestu poslku røðini. Undan hesum hevur hann leikt í fremstu polsku deildini, hevur eisini verið yrkisleikari umframt at hann smb. teimum upplýsingum, sum GÍ hevur fingið, eisini hevur veirð á pólverska landsliðnum 13 ferðir. Petur Holm sigur, at teir við nýggja leikaranum hava fingið ein leikara við nógvum royndum, og samstundis ein leikara, sum teir meta eigur at kunna teljast millum teir bestu her á landi. GÍ hevur annars áður brent seg av at taka útlendskar fótbóltsleikarar til landið, men tað tykjast tey í Gøtu ikki at vera bangin um hesu ferð. Petur sigur, at tey hava ráðført seg við fólk, sum hava góðan kunnleika til bæði føroysk og pólsk viðurskifti, og vóna tey, at hetta kann borga fyri, at talan er um ein veruligan styrk. Um hópin annars sigur Petur, at hann stórt sæð er óbroyttur í mun til undanfarin ár. Súni Olsen er farin av landinum, men annars meta tey talan vera um eina góða blanding av ungum og meira royndum leikarum. Um nakar leikari afturat verður innlimaður í hópin, áðrenn farið verður undir venjingarnar aftur, vil Petur einki siga um, men sum skilst á lagnum, so hava tey í Gøtu eins og aðrastaðni eyguni opin fyri møguligari tilgongd. sofus johannesen - jakup@sosialurin.fo Stutt frá sigri til tap Føroyski judoleikarin Búgvi Poulsen luttók herfyri í einari stórari altjóða judokapping í Svøríki, nevnd Sweedish Judo Open Judo Tilsamans vóru yvir 200 leikarar úr 18 londum við í kappingini, og einans í Búgvasa vektbólki, -81 kg., vóru ikki færri enn 35 luttakarar. Fyrsti dystur Búgvi kom eftir lutakastið at kappast í tí fyrsta dystinum, og tað var eisini ein sera sterkur mótstøðumaður, ið møtti honum á máttuni. Pär Evenäs úr Uppsala í Svøríki hevur luttikið í mongum altjóða kappingum, har hann hevur vunnið fleiri heiðursmerkir, hóast ongi teirra hava verið gull. Hendan dagin kom Búgvi tó sera væl frá byrjanini, og heilt tíðliga í dystinum eydnaðist tað Búgva at kasta svian við einum kasti, ið nevnist Tomoe Naga, men hann fekk onki fyri kastið. Dysturin helt fram við sera jøvnum leiki, til sviin einaferð herjaði á við einum kasti, sum tó ikki eydnaðist, men hann skifti tó beinan vegin og kastaði Búgva við einum øðrum kasti, sum hann fekk Ippon fyri, t.v.s. fult stigatal, og harvið hevði hann vunnið dystin. Finnin Búgvi fekk ein dyst afturat, og tað var ímóti Vesa Rantala úr Finlandi, sum eisini er ein sterkur leikari. Hesin dysturin hevði eisini eina javna byrjan. Ikki langt inn í dystin satsaði Búgvi við einum Ushi Mata til vinstru, men hann fekk ikki kasti at sita, og áðrenn hann visti av, kastaði finnin Búgva við einum mótkasti og vann dystin. Harvið var Búgvi sligin úr kappingini. Hóast hann ongan dyst vann, so stóð Búgvi seg bara væl í kappingini, sum var á sera høgum støði. Næsta altjóða kappingin hjá Búgva verður Matsuma Cup, sum verður í Danmark í februar komandi ár. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Neistin vann í Runavík Í einsamalla kvinnudystinum mikukvøldið eydnaðist Neistanum at togað seg burtur frá teimum báðum niðastu liðunum Tjaldur-Neistin 18-25 (8-13) Hondbóltur Týdningurin av dystinum mikukvøldið millum kvinnuliðini hjá Tjaldri og Neistanum var stórur fyri báðar partar. Tjaldur tykist at vera komið nakað fyri seg, eftir at tær fyrr í ár hava fingið tilgongd av Milica Ergic, men higartil er tað bert komið eittans stig burtur úr. Hjá Neistanum ráddi eisini um at vinna. Liðið hevur ikki víst somu styrki, sum vit áður hava sæð Neistan havt, og eitt tap kundi ført við sær, at liðið framyvir varð flokkað saman við niðastu liðunum. Ein støða, sum avgjørt ikki hevði hóvað sigursvanda kvinnuliðnum. Avgjrdu um steðgin Soleiðis kundi tað á pappírinum bent á ein javnan dyst, og stóran part av fyrra hálvleiki fylgdust liðini eisini. Seinastu 10 minuttirnar eydnaðist tó Neistanum at skjóta nøkur mál á rað, og so vendist ikki aftur hjá Tjaldri. Neistin økti eisini enn meira um leiðsluna fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, og at Tjaldur síðani fekk fatur aftur í rætta endanum broytti lítið og einki um úrslitið. Nærkast Við sigrinum slapp Neistin sær eitt sindur burtur frá niðaru liðunum, og nú er eisini farið at styttast upp til Kyndil og VB. Júst hesi bæði liðini hittast í Vági í kvøld, og tá Neistin eisini hevur heimadystir móti júst hesum báðum eftir í grundspælinum, kann væl vera, at tær bláu fara at toga seg enn longur upp á stigatalvuna. Dysturin í tølum Málskjúttar: Tjaldur: Beinta Joensen 5(1), Milica Ergic 5(3), Kristine Ellingsgaard 3, Turið Lamhauge 3, Elinbjørg Hammer 1, Mona Langgaard 1 Neistin: Annika Thomsen 8(2), Susan Brockie 5, Mildrid Jaocbsen 4, Súna Mørk 3, Ata Høgnadóttir 2, Birita Wardum 2, Gunnvør Hofgaard 1 Brotskøst: Tjaldur 6, Neistin 2 Útvísingar: Tjaldur 1, Neistin 1 Dómarar úr StÍF: Justinus Justinussen og Poli Hansen Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Johan bjargaði strandingum StÍf hevði stórar trupulleikar av einum til tíðir væl leikandi H71-liði, men í málverjanum høvdu teir so avgjørt besta leikara í dystinum H71-StÍF 24-30 (10-13) Hondbóltur Tað var eins og áskoðararnir uppi á Hálsi í Havn mikukvøldið beinan vegin fingu eina ábending um, hvønn veg tað fór at bera við dystinum millum H71 og StÍF. Ikki vóru leiktir nógvir minuttir, fyrr enn Johan Danielsen í Strandamálinum hevði framt fleiri framúr góðar bjargingar, og hesar høvdu við sær, at H71 als ikki fekk umsett leikliga býti á vøllinum til ein tilsvarandi málmun. Serliga hesa fyrstu løtuna tóktist tað, sum um tað kundi gera tað sama, hvussu hoyvíkingar royndu. Av veinginum, bakkinum ella strikuni. Alt kundi gera tað sama, tí Johan >>superman<<, sum tey rópa hann á Skála, var at kalla fyri hvørja ferð. Verjan hjá StÍF var nevnliga alt annað enn trygg fyrstu løtuna av dystinum. Serliga tóktist Hallur Danielsen at trívast væl við hesum, men fríspælingar hansara til viðleikaranar vórðu misnýttar á nærum skammiligan hátt. So við og við fingu strandingar tó betri skil á verjuna, men tað tóktist tó greitt, at ongantíð sluppu rættiliga leysir av mótstøðuliðnum. Fyrst og fremst orsakað av kanónskjúttanum hjá H71, Halgir Dahl Olesen, men eisini tí hoyvíkingar ofta høvdu gott tak á verjupartinum, og har við fingu steðga vanliga kvika verjuspælinum hjá StÍF. Fram móti endanum av fyrra hálvleiki fóru hoyvíkingar eisini út at mansverja rumenska Costin Dumitrescu, og tað var sjónligt, at hetta órógvaði spælið hjá strandingum. Hinvegin er leikarahópurin soleiðis háttaður, at tað ofta kann vísa seg at geva bakslátt at fara út í eina mansverju. Talan er í nógvum førum um sera kvikar leikarar, og eitt nú dugdi Marius Joensen sera væl at gera sær dælt av eyka plássinum, sum ein mansverja av viðleikara gevur. Hoyvíkingar sleptu tó ongantíð takinum, men royndu alla tíðina at halda sambandi við mótstøðuliðið við líka, og satt at sgia, so eydnaðist heldur ikki strandingum at sleppa leysir. Ta einu løtuna í seinna hálvleiki kendu teir seg eisini noyddar at mansverja Halgir, tí tað eydnaðist hoyvíkingunum somikið væl at spæla hann upp til skot. Tíggju mál gjørdi Halgir í dystinum, men hetta var tó ikki nóg mikið til at tryggja hoyvíkingunum nakað stig. Hinvegin skal leggjast afturat, at hevði Johan Danielsen ikki staðið seg somikið væl í málinum, so kundi máltalið hjá Halgiri lættliga verið nógv størri, og so kundi søgan verið ein heilt onnur. Við sigrinum styrktu strandingar sær um støðuna á silvurplássinum, har teir enn eru staddir, men dysturin avdúkaði tó fleiri veikleikar fyri teirra viðkomandi. Tann størsti av hesum var uttan iva verjuparturin, sum gjøgnumgangandi hekk illa saman, og viðhvørt slettis ikki. At John nú er aftur á liðnum eigur at bøta um hendan partin av spælinum, eins og hann styrkir um álopið, men mikukvøldið tóktist tað í øllum førum, sum um liðnum tørvar meira. Tankarnir fóru kanska at leita aftur til Sveinbjørn Poulsen, sum ikki longur hevur stundir at ferðast aftur og fram til venjing hvønn dag. Evni hansara at binda verjuna saman og halda skil á viðleikarum høvdu í øllum førum komið væl við nú. Álopsliga tykjast strandingar enn at vera væl fyri, og seinnu árini hevur tað nærum hoyrt til undantøkini, at máltalið í dystunum hevur verið niðan fyri tríati. Hetta hjálpir tó lítið, um mótstøðuliðið samstundis sleppur at skjóta úti við fýrati mál. Í roynd og veru kundi H71 væl nátt hesum tali, ti allir leikarar uttan ein hjá StÍF gjørdu lítið fyri at forða hesum. Bert spell fyri hoyvíkingar, at hesin eini leikarin var málverjin. Johan Danielsen prógvaði enn einaferð, at hann allar helst er besti málverji í landinum. Dysturin í tølum Málskjúttar: H71: Halgir Dahl Olesen 10(1), Hallur Danielsen 7(2), Rene Dahl Olesen 3, Annfinn N. Debess 2, Stefan Dorofte 2 StÍF: John Petersen 7(1), Marius Joensen 7, Costin Dumitrescu 6(4), Kristjan Petursson 4, Artur Johansen 3, Leivur Justinussen 1, Jon Rasmussen 1, Andre F. Danielsen 1 Brotskøst: H71 5, StÍF 6 Útvísingar: H71 4, StÍF 1 Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen. Magnus Gunnarsson Tíðindi Volvo virðisløn fyri trygd Magnus Gunnarsson Magentis kemur fyri Clarus í vár Komandi vár verður Kia Clarus tikin av skránni, og skiftur út við ein nýggjan Kia Magentis, sum eftir ætlan skal kappast við eitt nú Toyota Camry, Honda Accord og VW Passat. Magnus Gunnarsson Mazda fer at gera bilar í Europa Fleiri av japansku bilunum eru ikki so japanskir longur, sum teir einaferð vóru. Magnus Gunnarsson Vetrarkoyring við píkum ella lamelldekkum Nú góðan mánaða eftir at loyvt varð at koyra við píkum, og so gott sum ongin kavi hevur verið, eru tað fleiri fólk sum spyrja um nøkur meining er í at so nógvir bilar koyra við píkadekkum. Leygardagur 9. des. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Tyrlutænastan skal vera føroysk Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot um tyrluflúgving fyri Løgtingið. Dentur verður lagdur á, at tænastan verður røkt av føroyingum. Men kostnaðurin fyri tænastuna er ein samráðingarloysn millum Fiskimálastýrið og Atlantsflog Tyrluflúgving Í samband við tilbúgvingarætlan skal tyrlutænastan byggjast út. Men tænastan verður ikki boðin út. Sambært lógaruppskotinum, landsstýrismaðurin hevur lagt fyri tingið, skal Atlantsflog røkja tænastuna. Í uppskoti um tyrluflúgving, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, legði fyri tingið annan november, verður beinleiðis nevnt, at P/F Atlantic Airways skal røkja hesa flúgving komandi 10 árini. Sostatt eru øll onnnur feløg, sum kundu hugsað sær at boðið upp á tænastuna, útistongd hesa tíðina, um uppskotið verður samtykt, sum tað er lagt fram. Kostnaðin fyri raksturin av tyrluni hava Fiskimálastýrið og Atlantsflog samrátt seg fram til, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Landskassin skal gjalda Atlantsflogi hálvtannaðhundrað milliónir fyri hesa flúgving. 10 milliónir eru settar av í ár, og komandi 10 árini er ætlanin at seta 14 milliónir krónur av árliga. Hendan upphæddan skal tó kunna javnast, alt eftir, hvussu útreiðslurnar og inntøkurnar av tyrlutænastuni verða. Til at røkja tænastuna verður ein nýggj tyrla keypt fyri 6,6 milliónir dollarar. Jørgen Niclasen sigur, at eingir almennir pengar eru brúktir til hetta keypið. Tað hevur Atlantsflog sjálvt klárað, sigur hann. Men hann avvísir ikki, at tað almenna Atlantsflog hevur fingið fígging úr tí almenna íløgugrunninum. Sambært uppskotinum hjá landsstýrismanninum fevnir tyrluflúgvingin um leiting á sjógvi og landi. Eftirlitsflúgving fyri Fiskiveiðieftirlitið, sjúkraflutning og bráðfeingis flúgving, har tørvur er á skjótari hjálp. Málið er beint í Vinnunenvndina, sum hevur kannað eftir, um aðrir møguleikar eru fyri hesi tænastuni. Sum Sosialurin skilir, hevur Vinnunevndin havt samband aðrar vegir enn til Atlantsflog fyri at hava okkurt at sammeta við. Og ikki allir vinnunevndarlimirnir eru eins nøgdir við uppskotið hjá landsstýrismanninum eftir viðgerðini í Løgtinginum at døma. Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur læst seg fastan í, at Atlantsflog skal røkja tænastuna. Hann grundgevir sína støðu við, at hann vil byggja eina tænastu upp í Føroyum, sum føroyingar eru førir fyri at røkja. Og tað klára vit ikki, um vit bjóða út til aðrar, sigur hann. Tá hendir bara tað, at tænastan fer á útlendskar hendur, og peningurin, sum gjaldast skal fyri tænastuna, fer av landinum. Við hesum váttar Jørgen Niclasen í grundini, at her gongur nationalur stoltleiki fram um trygdina, sigur ein kelda, Sosialurin hevur tosað við. Keldan vil vera við, at landsstýrismaðurin er óseriøsur í sínum arbeiðshátti, tá hann læsir seg fastan í eitt felag, sum beinleiðis verður nevnt í lógartekstinum, og harvið útilokar øll onnur feløg. Men tað er ikki, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Hann váttar, at hann hevur gjørt av, at tað skal vera Atlantsflog, sum skal hava tyrluflúgvingina við áður nevndu grundgevingum. Tí hevði tað verið óseriøst at farið út at spurt aðrar um prís, tá vit kortini fóru at lata Atlantsflog reka tænastuna. Varð spurt aðrastaðni, metir landsstýrismaðurin, at hann hevði verið noyddur at tikið av lægsta tilboðnum, sum hann avgjørt metir hevði verið útlendskt. Spurdur um tað ikki eisini er óseriøst at gera av, at eitt ávíst felag skal hava tænastuna, uttan at hugsa um prísin, sigur Jørgen Niclasen, at soleiðis hongur tað als ikki saman. Tá hildið verður fram, at vanligt er aðrastaðni í slíkum førum, at raðfest verður soleiðis, at trygdin kemur fyrst, síðan fíggjarspurningar og at enda nationalitetur, meðan føroyingar tykjast arbeiða í øvugtari raðfylgu, svarar landsstýrismaðurin bara, at tað er tvætl. Men útgreiningin av kostnaðinum tykist kortini eitt sindur torskyld. Landsstýrismaðurin kundi ikki leggja fram eina neyva kostnaðarætlan fyri tænastuna, men segði tølini, sett eru í lógartekstin, vera komin fram eftir samráðingar millum Fiskimálastýrið og Atlantsflog. Og hetta er avgjørt tað lægsta talið, vit kundu koma til. Framvegis undrast blaðmaðurin á, hví tænastan eftir góðum borgarligum siði ikki er boðin út. Landsstýrismaðurin tekur upp aftur, at avgjørt var, at tænastan skuldi vera føroysk. Hann hevði kannað, hvussu gjørt varð í londum rundan um okkum. Og tað vísir seg í øllum grannalondum okkara, at tá talan er um leiting og bjargingartænastur, eru tær allar nationalar, meðan aðrar tænastur, sum eitt nú flúgving í samband við oljuvinnu, verða bodnar út. Tyrlutænastan í Føroyum hevur verið ov ótrygg, sigur Jørgen Niclsasen, landsstýrismaður. Tí er neyðugt at keypa eina tyrlu aftrat, soleiðis at vit kunnu tryggja okkum, at altíð ein tyrla er til at taka, um brúk skuldi verið fyri tí. At danska sjóverjutyrlan hevur verið til taks, metir hann ikki sum nóg góða trygd. Heldur ikki, at ríkisumboðsmaðurin í svari til løgtingsmann hevur sagt, at danska sjóverjan fer at halda fram við tyrlutænastuni sum higartil. Danska tyrlan hevur ikki verið nóg álítandi, sigur Jørgen Niclasen. Tað hevur verið ov ofta at frætt, at danir skulu spara, og so eru tyrlumanningarnar skerdar. Esini sigur Jørgen Niclasen, at tað krevur nakað heilt serligt at flúgva tyrlu í føroyskum loftrúmi. Serligur lokalkunnleiki skal til, sum hann bara metir, at føroyingar hava. Spurdur um tað ikki bara er ein spurningur um venjing, sum eisini útlendingar kunnu koma eftir, vísir hann bara spurninginum frá sær. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður heldur tað ikki vera so løgið, at nýggja tyrlan skal vera næstan tríggjar ferðir so dýr at reka, sum tann gamla. Hendan nýggja er nógv betri útgjørd, og kostnaðurin upp á 6,6 milliónir dollarar skal eisini forrentast. Tað skal millum annað avtalan við Fiskimálastýrið gera. Men tað stendur í lógartekstinum, at hendan upphædd kann regulerast alt eftir inntøkum ella útreiðslum hjá Atlantsflog. Hinvegin hevur Fiskimálastýrið treytað sær, at serskildur tyrluroknskapur skal verða førdur fyri nýggju tyrluna. Tað verður ikki gjørt fyri ta gomlu. Atlantsflog fær fimm milliónir krónur árliga á fíggjarlógini til rakstur av tyrlutænastuni kring oyggjarnar. Men tað málið liggur undir Vinnumálastýrinum, og tað kann Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum ikki taka sær av. At hann hevur lagt umrødda lógaruppskot fram, kemst av, at nýggja tyrlan skal brúkast sum leitingar- og bjarlingartyrla eins og eftirlitstyrla hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Royna at trekkja tenninar úr okkum Tað stendur í botni í samráðingunum ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið um lønina hjá dekkarunum, sum skulu sigla við nýggja vaktarskipinum, Brimli. Nú roynir fíggjarmálastýrið at trekkja tenninar úr Starvsmannafelagnum fyri at fáa frið framyvir Tað eru ikki bara Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið, sum eru ósamd við Fíggjarmálastýrið um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við nýggja vaktarskipinum, Brimli. Nógv teir flestu av manningini á Brimli verða limir í Starvsmannafelagnum. Og samstundis, sum nýggjur sáttmáli skal gerast um lønina hjá yvirmonnunum á Brimli, skal eisini nýggjur sáttmáli gerast við Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið um lønina hjá dekkarunum á nýggja vaktarskipinum. Men heldur ikki tær samráðingarnar ganga fyri seiði, og har stendur í botni. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, sigur, at higartil er tað ikki eydnast at flyta eitt komma, ella eitt prosent í samráðingunum, so tað boðar ikki frá góðum. Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at nú hevur Brimil ligið í hálvan annan mánaða, er vónloysið í Fíggjarmálastýrinum so stórt, at teir vita sær ongi onnur ráð, enn at royna at máa støðið undan fakfeløgunum. Fíggjarmálastýrið bjóðaði í farnu viku bæði Navigatørunum og Maskinmeistarunum at gerast tænastumenn. Og sama tilboð hava dekkararnir fingið. Hetta er ein roynd at trekkja tenninar úr fakfeløgunum, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Tað, hann sipar til, er, at tænastumenn hava ikki loyvi til at fara í verkfall. Hann sigur, at fundur var ímillum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið leygardagin, har spurningurin um at gera dekkararnar til tænastumenn, varð umrøddur Men tann fundurin var ógvuliga stuttur. Tað tók okkum ikki langa tíð at vísa tí tilboðnum aftur, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hann sigur, at hetta er so langt úti, at tað er ikki vert at viðgera. Fleiri viðmerkingar hevur hann ikki til tað. Hann sigur annars, at uppskotið um lønarhækking, sum Fíggjarmálastýrið legði fyri Starvsmannafelagið minnir um tað, sum tað legði fyri yvirmannafelagøgini. Eftir tí, sum áður er upplýst, var tað, sum Fíggjarmálastýrið bjóðaði yvirmannafeløgunum ein lønarhækking upp á runt rokna 19,5%. Men harav skuldu 15% fara til eftirløn so at veruliga lønarhækkingin var uppá 4,5% NØVN Í VIKUNI Gullbrúdleyp Í dag eru liðin 50 ár síðani Marita og Hanus Pállson gingu saman í hjúnarlag. Tey vórðu vígd í Gøtu kirkju. Eitt rimmar brúðleyp. Út á náttina brast hann á við norðanstormi, ýlandi hvirlur og blikalogn, so at siga hond í hond. Búgvið borð, yrkt varð um drunnin >>Eg havi gingið í góðum haga...<<, føroyskur dansur >>Lunnar brustu og jørðin skalv<<. Eitt kærleikans og lívsins drama. Hóast Hanus er føddur og uppvaksin á Viðareiði, og tey bæði hava búð tað mesta av tíðini hesi farnu 50 ár í Havn, so hava tey djúpar røtur í Norðagøtu: Marita fødd og uppvaksin í Frammistovu og hennara verfaðir - lærari í Gásadali, á Viðareiði og í Gøtu - Uppi í Jákupsstovu ella Køkinum í Norðagøtu. Bæði komu tey til Havnar eftir krígslok: hann í timburlæru hjá Herlufi Johansen og hon í starv á Hotel Føroyum niðri á Kongabrúnni. Marita var á hotellinum, tá ið tað eina náttina í 1950 brann í grund. Sum tann álitismaður hann er, var Hanus arbeiðsformaður hjá Phil & Søn í meira enn 25 ár. Marita og Hanus eru fryntlig og fyrimyndarlig á so mangan hátt. Tey hava verið og eru arbeiðssom, tey ganga dagliga túrar uttan mun til veðrið, duga væl at kvøða og teljast millum tey, sum við lív og sál eru í Dansifelagnum. Hetta og aðrir góðir eginleikar, eitt nú livandi at greiða frá hendingum og persónum aftur í tíðina, er støðið undir teirra vælhildna heimi í Grønulíð 2, har børn og svigarbørn og barnabørn og vinir og kenningar trívast væl í skemti og álvara. Har er høgt til loftið og vítt til veggja. Tað fer dagurin í dag óivað at verða fullgott prógv um. Gullbrúðarparinum verður ynkst hjartaliga tillukku á teirra stóra deg og alt tað besta í tíðini fyri framman við vøkrum vesturskini. Gullbrúdleyp Í dag hava hjúnini Hilda og Daniel Peter Næs, vanliga nevndur Allin, í Nesi í Hvalba, gullbrúdleyp. Hilda er fødd Ludvig tann 9. mars 1925, dóttir Onnu Katrinu og Jacob Ludvig í Nesi í Hvalba Allin varð føddur 11. Juli í 1925, hann var sonur Julionnu og Martin Næs í Nesi í Hvalba Ungur fór Allin til skips, fyrst við Westward Ho, men annars hevur hann verið við trolarunum Rádna, Fiskanes Drátti og Leivi Øssurson. Inn ímillum róði hann út, m. a. við motorbátinum Johonnu. Men í 1957 kom hann rættiliga illa fyri umborð á Johonnu. Hann var í ferð við at reinsa motorin, ímeðan Johanna lá fyri teym, tá ið eldur brádliga kom í og tað festi í bensin. Allin brendist rættiliga illa og mátti leypa í havið. Men Tað, sum lá honum fremst í huganum, var at sløkkja eldin umborð, so hann kleiv umborð aftur, og royndi at sløkkja. Aftaná hendan tilburðin lá hann leingi sjúkur, ímeðan brunasárini grøddu. Í 1963 fór Alllin til Grønlands at arbeiða í Føroyingahavnini og har var hann í nøkur summur. Men um vetrarnar var hann á kolinum.Tey síðstu árini tókst hann við ymisk arbeiði, róði út við Norðlýsinum og Glyvraberg, arbeiddi á flakavirkinum og engdi. Hilda, hon fór sum so mong onnur í húspláss, tá ið hon var ung, men seinni fór hon til Havnar at seyma hjá beiggja sínum, sum var skræddari. Hilda og Allin blivu gift 9. desember í 1950 og tey fingu trý børn, Martin er elstur, Anna Katrina er næstelst, tey búgva bæði í Hvalba, og Jóngerð er yngst, hon býr í Havn. Eftir at Allin og hon vóru gift, og meðan Allin var burturi, passaði hon hús, gekk til neytar og passaði seyð. Men tá ið børnini vóru hálvvaksin, fór Hilda at arbeiða fisk í Agnavík. Fyrst í sjeytiárunum fekk Allin sjúkrakassin í Hvalba at røkja eftir pápa sín. Tá varð kravt inn fýra ferðir um árið Uttan eina góða konu gongur onki og tað var skjótt, at Hilda var at síggja í ferð runt bygdina, ofta á eini Puch Maxi. Tey bæði eru enn ógvuliga virkin. Hilda passar enn hús og heim til fulnar, eins og hon altíð hevur gjørt, so hon hevur verið manninum ein hollur stuðul. Og Allin hevur sanniliga eisini gott tilboð enn. Hóast 75 ára gamal, er hann enn at síggja í Lítlu Dímum, tá ið raksturin er fyri, og hann er enn virkin í dansifelagnum. Á yngri árum var hann eisini av ídnastu og raskastu bakkamonnum. Gullbrúdleypið verður hildið í Roynhøllini í kvøld, har veitsla verður fyri 230 fólkum. John Johannessen - john@sosialurin.fo Smyril Line verður ikki bjargað Landsstýrið vil ikki veðhalda fyri einum láni á 30 milliónir krónur, ið skal til fyri at bjarga Smyril Line. Vandi er nú fyri, at týska skipasmiðjan, sum byggir nýggju Norrönu, dregur inn gomlu Norrönu fyri skuld Á landsstýrisfundi gjáramorgunin varð gjørt av, at landið ikki skal vera við til at bjarga Smyril Line, sum er komið í svára fíggjarliga kreppu. Smyril Line skyldar týsku skipasmiðjuni, sum byggir nýggju Norrönu eitt av gjøldunum, sum tað í sáttmála hevur bundið seg til at gjalda, meðan nýggja Norröna verður bygd. Týska skipasmiðjan hevur higartil lutvíst góðtikið at bíða við at krevja peningin, men afturfyri skal Smyril Line áðrenn týsdagin kunna prógva fyri skipasmiðjuni, at felagið er nóg sterkt til at kunna rinda nýggju Norrönu. Fyri at hetta skal bera til krevst, at Smyril Line megnar at hækka partapeningin við 75 milliónum krónum áðrenn fundin við týsku skipasmiðjuna týsdagin. Norröna er veð Í sáttmálanum, sum Smyril Line gjørdi við týsku skipasmiðjuna 27. juni í ár, er gamla Norröna sett í veð fyri gjøldunum til skipasmiðjuna. Tí er vandi fyri, at skipasmiðjan rætt og slætt fer avstað við henni, klárar Smyril Line ikki at sannføra skipasmiðjuna um, at gjaldførið er í lagi. Hendan støðan, sum Smyril Line er komið í, tók seg upp í seinna enda av oktober. Tá gjørdu partarnir av at útseta arbeiðið uppá nýggju Norrönu eitt ár. Men Smyril Line skuldi kortini gjalda sína skuld til týsku skipasmiðjuna. Tríggjar vikur seinni, tann 10. november, kunnaði leiðslan í Smyril Line landsstýrismannin í vinnumálum um, at felagið hevði havt eitt vánaligt úrslit seinasta árið. Men Smyril Line bað tó ikki um almennan stuðul. Tað var einki á hesum fundi, sum bendi á, at leiðslan í Smyril Line vildi hava pening frá landinum. Talan var bert um ein kunnandi fund, har víst varð á vánaliga úrslitið. Men samstundis gjørdi leiðslan eisini greitt, at felagið arbeiddi fram ímóti at hækka partapeningin, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum. Fríggjadagin í farnu viku, tann 1. desember, verður landsstýrismaðurin í vinnumálum aftur boðin til kunnandi fund hjá Smyril Line saman við møguligum innskjótarum. Teir møguligu innskjótararnir eru Framtaksgrunnurin, Tryggingarfelagið Føroyar og Lív. Heldur ikki á hesum fundinum varð biðið um almennan stuðul. Síðani gekk umleið ein vika, til landsstýrismaðurin seinasta mikudag fekk at vita, at innskjótararnir ikki vóru áhugaðir at seta pening í Smyril Line. Hetta endaði við, at landsstýrismaðurin hósdagin fekk eina formella umsókn um landið kundi veðhalda fyri 30 milliónum í einum láni, ið skuldi bjarga felagnum. Landsstýrið kunnað Bjarni Djurholm sigur, at hann síðani 10. november allatíðina hevur kunnað landsstýrið um gongdina í málinum, so hvørt nakað nýtt hevur verið at frætta. Tá landsstýrismaður hósdagin fekk umsóknina um veðhald, kunnaði hann beinan vegin løgmann og síðani landsstýrið. Seinnapartin hósdagin kunnaði hann eisini formenninar í øllum tingbólkunum, tí hann metti støðuna vera sera álvarsliga. Tá hetta varð gjørt, heitti landsstýrismaðurin á umsitingina í Vinnumálastýrinum um at gera ein samandrátt av málinum og at meta um støðuna. Frágreiðingina fekk Bjarni Djurholm klokkan hálvgum átta gjáramorgunin. Tá hann hevði gjøgnumgingið frágreiðingina, fór hann á fund við landsstýrið, sum samt gjørdi av ikki at ganga umsókini um veðhald á møti. Orsøkin til greiðu støðuna hjá landsstýrinum er, at landsstýrið ikki aftur vil koma inn í veðhaldsmylluna frá áttatiárunum, og at landsstýrið ikki longur hevur heimild at veita veðhald. Løgtingið kann játta Hóast landsstýrið hevur gjørt av at sýta fyri at bjarga Smyril Line, er enn ein lítil møguleiki fyri, at tað verður politiski myndugleikin, ið bjargar felagnum. Løgtingið kann samtykkja at heita á landsstýrið um at seta ávísa upphædd í Smyril Line sum partapening. Men enn fyriliggur einki uppskot um hetta. Skal landið bjarga Norrönu og ferðavinnuni, er neyðugt, at løgtingið ber skjótt at. Tá Sosialurin á middegi í gjár tosaði við formenninar í ymisku flokkunum, hevði eingin teirra havt stundir at viðgera støðuna. Føðingar 19. nov. fingu Katrin Lindberg og Allan Mortensen, Klaksvík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3530 cm. 23. nov. fingu Gilianna Ragnarsdóttir Frýdal og Egil Karlsen, Melsomvik, Noregi, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3940 gr. 27. nov. fingu Hansa Sivertsen og Hardi Hansen, Klaksvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4500 gr. 27. nov. fingu Helena Magnussen og Jens Elias Haraldsen, Miðvágur, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 2580 gr. 30. nov. fingu Birgit og Niels Juel Olsen, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4040 gr. 1. des. fingu Eilin Mørkøre, Eiði og Jógvan Arnfinn Jacobsen, Fuglafjørður ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4250 gr. 1. des. fingu Kristbjørg Djurhus, Strendur og Sonni L. Petersen, Rituvík, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3200 gr. 1. des. fingu Elin og Jógvan Jacobsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4000 gr. 2. des. fingu Inga Samuelsen og Heri Petersen, Ålborg, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3300 gr. 3. des. fingu Leila Petersen og Reinhard Dam, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3900 gr. 3. des. fingu Annika og Petur Johannessen, Vágur, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3550 gr. 4. des. fingu Gunnvá Samuelsen og Jógvan Clementsen, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3150 gr. 4. des. fingu Elisabeth og Helmund Højgaard, Søldarfjørður, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4100 gr. 5. des. fingu Benadikta Berg og Heðin Hádal, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4000 gr. 5. des. fingu Sigbjørg og Sofus T. Hansen, Glyvrar, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4300 gr. Á Niklasarmessu - 6. des. fingu Bergtóra Høgnadóttir og Ragnar Dam, Keypmannahavn, tvíburðar, 2 gentur. Báðar 49 cm. langar. Onnur vigaði 3312 gr. og hin 3340 gr. 7. des. fingu Gudny og Jógvan Hansen, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4350 gr. 7. des. fingu Kristina Johannesen og Páll á Reynatúgvu, Sandur, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4000 gr. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Letur upp fyri stuðli til fríøki Fríøkið Úti í Grøv í Klaksvík fær kanska stuðul av einari nýggjari játtan á fíggjarlógini. Økið fór illa í nógva regninum í september Nógva regnið í september skolaði ikki bara vegir og bilar burtur. Nógvur gróður fór illa í regninum, tá áir floymdu um áarbakkarnar, og friðaða økið Úti í Grøv í Klaksvík slapp heldur ikki snikkaleyst. Stóra økið er serstakt, tí har er avbera fruktagott, og seinastu árini er nógv plantað Úti í Grøv. Skógrøkt landsins skógfriðaði økið í 1980, og seinnu árini hevur Klaksvíkar kommuna gjørt nógv við at hugna um og fríðka økið. Skolaði burtur Men í regninum 18. september var ein partur av gróðursetingini skolaður burtur, og tann vakri vøksturin er nú horvin, vísir løgtingsmaðurin Jógvan Lützen, løgtingsmaður úr Fólkaflokkinum, á í einum fyrispurningi til Bjarna Djurholm, landsstýrismann. Jógvan Lützen spyr, um nakar møguleiki er fyri, at Klaksvíkar kommuna kann fáa fíggjarligan stuðul, so fríøkið kann endurreisast skjótast gjørligt. Í svarinum sigur Bjarni Djurholm, at tað sum er ikki eru nakrir møguleikar fyri at veita stuðul, men í fíggjarlógini fyri næsta ár er ein nýggj konto, sum møguliga kann koma klaksvíkingum til hjálpar. 500.000 krónur eru settar av til træplanting, og hon er ætlað at stuðla bóndum og øðrum jarðareigarum til at planta trø og verja jørðina. Bjarni Djurholm sigur, at um ein verkætlan um at endurreisa økið Úti í Grøv fellur undir endamálið við studninginum, so er møguleiki fyri at veita kommununi stuðul. Av tí at reglurnar um stuðulin ikki eru endaliga ásettar enn, kann landsstýrismaðurin kortini ikki veita vissu fyri stuðlinum. Fornminnini í vanda Í økinum Úti í Grøv eru eisini nógv fornminni. Talan er helst um toftir frá víkingatíðini, og hesi eru eisini í vanda, tá ið áin fer upp um áarbakkarnar, vísir Jógvan Lützen á í einum øðrum fyrispurningi til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann. Tingmaðurin vil hava at vita, um landsstýrismaðurin kann seta pening av til útgrevstur av hesum fornminnunum, so tey ikki farast í ringum veðri. Torbjørn Jacobsen sigur í svarinum, at ongar ætlanir eru um at fara undir útgrevstur Úti í Grøv, og at hetta í fyrsta umfari er nakað, sum Fornminnissavnið ger av út frá fakligum meginreglum. Hóast økið Úti í Grøv og fornminnini eru friðað, so hevur Fornminnissavnið ikki mett tað vera neyðugt at grava fornminnini út. Um hetta fer at verða gjørt ella ikki, kann landsstýrismaðurin ikki svara uppá. Men hann vísir á, at tað er viðurkend siðvenja, at øll kend fornminni í einum landi ikki verða grivin út. Nøkur eiga at fáa frið til komandi ættarlið at granska. Landsstýrismaðurin sigur kortini, at Undirvísingar- og mentamálastýrið fer at fylgja við málinum, og tað má ikki henda, at fornminnini skola burtur, sigur hann. Um myndugleikarnir koma til ta niðurstøðu, at fornminnini eiga at verða grivin út, so fer Tórbjørn Jacobsen at royna at fáa pengar til vega til útgrevsturin. Andlát 30. november: Debes Christiansen, Tórshavn, 88 ár Helena Carlsen, fødd Toftum, ættað av Tvøroyri, 71 ár 04. desember: Edil í Geil, Skálavík, 60 ár Rólant Nolsøe, Nólsoy, 62 ár 05. desember: Mary Hansen, Klaksvík, 75 ár 06. desember: Klæmint Eliassen, Leirvík, 83 ár Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Fíggjarnevndin vrakar skattalætta Meirilutin í fíggjarnevndini tekur ikki undir við uppskotunum hjá andstøðuni um skattalætta frá 1. januar. Uppskotini fáa neyvan meiriluta aftanfyri seg í løgtinginum Tað verður neyvan bíligari at vera føroyingur 1. januar næsta ár. Í øllum førum er ikki líkt til, at løgtingið samtykkir tvey uppskot frá andsstøðuni um at lækka skattatrýstið umleið 96 milliónir krónur. Fíggjarnevndin hevur viðgjørt skattalættan, og hósdagin varð álit skrivað í málinum. Meðan Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin sjálvsagt framvegis mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotini, so taka samgonguumboðini ikki undir við teimum. Bíða eftir landsstýrinum Umboðini hjá samgonguflokkunum vísa á, at tey eru partur av einari samgongu, sum sjálv arbeiðir við skattaspurningum í breiðari høpi. Samgonguumboðini vilja tí bíða, inntil landsstýrið hevur lagt uppskot um skattalætta fyri løgtingið. Umboðini hjá samgonguni ásanna, at skattatrýstið í Føroyum er ov høgt, og tey fegnast um uppskotini hjá andstøðuni, men hetta er ikki nóg mikið, til at tey kunnu taka undir við uppskotunum. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin mæla í uppskotunum løgtinginum til at lækka skattatrýstið á lág- og miðalinntøkunum tvey prosentstig og at hækka barnafrádráttin úr 4.000 upp í 6.000 krónur. Hetta hevði givið einari familju, ið forvinnur 300.000 krónur um árið og hevur trý børn, umleið 11.000 krónur meira at liva fyri um árið. Og uppskotið hevði kostað landskassanum umleið 84 milliónir krónur í færri inntøkum. Andstøðuflokkarnir hava harafturat skotið upp at hækka serliga pensjónista-frádráttin 1.500-2.000 krónur, og hendan broytingin hevði kostað landskassanum 12 milliónir krónur, var meiriluti fyri henni í løgtinginum. Blýfría heldur ikki bíligari Í einum triðja uppskotið hevur Hendrik Old, løgtingsmaður úr Javnaðarflokkinum, skotið upp at lækka avgjaldið á blýfría bensininum 80 oyru. Úr 3,05 kr. niður í 2,25 kr. Hendan broytingin skuldi eftir ætlan koma í gildi beinanvegin, og í ár hevði hon kostað landskassanum umleið eina millión krónur í mistum inntøkum. Næsta ár hevði kostnaðurin av uppskotinum verið umleið 11,5 milliónir krónur. Men heldur ikki í hesum førinum taka samgonguumboðini undir við uppskotinum. Eins og í hinum báðum uppskotinum vísa samgongutinglimirnir á, at teir framvegis bíða eftir uppskoti frá landsstýrinum. Sambandsflokkurin, sum fyrr í hesari løgtingssetuni hevur lagt uppskot fram um at lækka avgjaldið á olju, tekur í prinsippinum undir við uppskotinum hjá tingmanninum. Fólkaflokkurin vil hava skattalætta Atkvøður løgtingið samsvarandi meirilutanum í fíggjarnevndini, so er greitt, at uppskotini hjá andstøðuni fella. Men spurningurin er, hvørja støðu Fólkaflokkurin ella einstøk umboð hjá Fólkaflokkinum fara at hava, tá málið kemur aftur í løgtingið. Fólkaflokkurin hevur sjálvur strongt á at fáa ein skattalætta í longri tíð, og flokkurin hevur sjálvur gjørt eitt uppskot um skattalætta, sum minnir um uppskotini hjá andstøðuni. Flokkurin hevur fleiri ferðir sagt, at hann er um at missa tolið við landsstýrismanninum í fíggjarmálum, tí einki uppskot um skattalætta er komið úr hansara hond enn. Í landsstýrinum verður arbeitt við einum skattalætta og einari nýggjari pensiónsskipan, men enn er ikki greitt, nær uppskotini verða løgd fram. Óli Breckmann hevur áður sagt, at hann fer at atkvøða fyri uppskotunum hjá andstøðuni, um ikki okkurt líka frægt kemur frá Karsten Hansen, landsstýrismanni. Málini um skattalætta koma helst til aðru viðgerð í løgtinginum í næstu viku. Kirkjur og samkomuhús Gudstænastur 2. sunnudag í advent Lestur í øllum kirkjum í Norðstreymoyar prestagjaldi Havnar kirkja: kl. 11 barnalestur í sambandi við 1000 ára haldið Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen, Kristiliga sangkórið luttekur Kirkjubøur: kl. 12.15, Heri Joensen Bøur: kl. 12, David Johannesen Norðskála: kl. 11.40, skriftamál kl. 12 messa, Eiði: kl. 17 ljósgudstænasta Funningur: kl. 19 ljósgudstænasta Emil Olsen Gøtu: kl. 12, familju- og barnagudstænasta, Jónsvein Bech. Sum lið í 1000 árahaldinum verður í Fríðrikskirkjuni og Gøtu kirkju ein >>barnalestur<< lisin Viðareiði: kl. 11 prestainnseting, Bjarni Bæk innsetur Elsu Funding Sandur: kl. 12 familjugudstænasta Skopun: kl. 15, familjugudstænasta, Eva Brinck Jensen Á Leiti: kl. 12, Erland Beder Tjørnuvík: kl. 12, altarg., Martin R. Jacobsen Sandavágur: kl. 12, Barnalestur, børn syngja, Inga Poulsen Dam Glyvrar: kl. 11, barnalestur (børn syngja), Rituvík: kl. 11, barnalestur Søldarfjørður: kl. 11, barnalestur Ebenezer Sunnudagin kl. 10 Minnismáltíð Harrans, kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 møtirøðin endar, evni: Bíblian - Orð Guds. Hvussu livi eg eftir Bíbliuni? kl. 21 útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morgunmøti, kl. 18 evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í kvøld kl. 21 ungdómsmøti saman við ungdómi í Hoyvík, í morgin kl. 17 landsbøn. Sunnudagin kl. 11 morgunmøti, kl. 18 kvøldmøti. Samkoman Immanuel Í kvøld kl. 20 Kongsins Herlið, 8 ár og eldri eru vælkomin. Meinigheitshúsið í Havn Leygarkvøldið kl. 21 opið hús. Sunnudagin kl. 15 jólafest fyri børnum undir skúlaaldri og kl. 18 fyri børnum í skúlaaldri. Sunnukvøldið er møti avlýst vegna jólafest fyri børnum, men fólk eru vælkomin at hjálpa til. Mánakvøldið er LU-arbeiði kl. 19, opið kvøld. Týskvøldið verður bíbliutími kl. 20, Dánjal kap. 9. KFUM og KFUK í Havn Fríggjadagin kl. 20 í KFUM: Opið hús fyri ung. Rhema á Hálsi Leygarkvøldið kl. 20 ungdómsmøti. Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli. Morgunbøn mánadag til fríggjadag kl. 8.30-9.30. Øll eru vælkomin. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin kl. 17 í Hoyvíkar skúla er jólaveitsla. Vaksin eru vælkomin við børnunum. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti hjá Anniku og Alfred við Skipá, Hákunargøta 5. Aglow, Tórshavn Jólafundurin verður í hølunum hjá Frelsunarherinum leygarkvøldið kl. 19.30, allar kvinnur og menn eru vælkomin. Frelsunarherurin Tórshavn Sunnudagin kl. 11 møti, Sofía Jacobsen talar, kl. 18 møti, Finngerð Djurhuus Olsen talar. Mánadagin kl. 17 skótar. >>Tíð til Gud<< verður í Pállstovu í Havn sunnukvøldið kl. 21. Evni hesaferð: Trúvirði Bíbliunnar. Høgni Johannesen og Jógvan Skylindal skipa fyri. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 18 evangel. møti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Filadelfia, Sundalagi Møti verður í Hósvík sunnukvøldið kl. 18 við Sonna Djurhuus. Jólaleikur við Urtagarðinum og Vakstrarhúsinum verður í Róðrarneystinum hósdagin14.12. frá kl. 19.15 til 20.30 fyri alla bygdina. Ókeypis kaffi og køkur. (Børnini møta sum vant.) Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 19 møti. Innsavnan til húsið. Øll eru vælkomin. Missiónshúsið Strendur Jólasøla av bókum o.a. frá Heimamissiónsforlagnum verður í missiónshúsinum, leygardagin 9. des. og leygardagin 16. des. kl. 10-12. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kirkjan, Norðskála Sunnudagsskúli verður sunnudagin kl. 14.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Æðuvík Møti verður leygarkvøldið kl. 20 og sunnukvøldið kl. 18. Talarar: Niklas Mikkelsen og Petur Magnusson. Øll eru hjartaliga vælkomin. Ørkin, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 17 í Arbeiðarafelagshúsinum Hæddini í Saltangará við Jenis av Rana. Týsdagin verður húsmøti hjá Anthony & Charles Johansen, Saltangará. Verið hjartaliga vælkomin. Bíbliuskeiðrøðin yvir evni hin sanni lærisveinurin verður hildin í hølum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará. Møtiskeiðrøðin heldur áfram hvørt mánakvøld kl. 19. Stigtakari og bíbillærari er David Bech. Keldan, Skálafirði Fríggjakvøldið kl. 20.30 vón fyri framman, við jólahugna, vitnisburði og sangi, Helgi Joensen luttekur. Leygardagin kl. 17 barnajólafest. Sunnudagin kl. 17 møti. Barnamøti kl. 17. Tú ert vælkomin í Kelduna. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin ongin sunnudagsskúli. Familjugudstænasta kl. 15, har gentukórið luttekur við Lusiugongd og jólasangi. Mánadagin kl. 17 barnaarbeiði. Týsdagin kl. 20 kemur ungdómurin saman. Betania, Skopun Sunnudagin kl. 10.15 sunnudagsskúli, kl. 11 morgunmøti, kl. 18 kvøldmøti. David Bech talar á báðum møtunum. Øll eru vælkomin. Zion, Sandur Sunnudagin kl. 13.30 sunnudagsskúli. Missiónshúsið í Skálavík Møti verður sunnukvøldið kl. 19 við Torleif Johannesen, sjómanstrúboðara. Trio syngur. Øll eru vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Ungdómsmøti verður í missiónshúsinum á Tvøroyri fríggjakvøldið 8. desember kl. 21. Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Eingrím og øðrum. Innsavnan verður til húsið. Øll eru hjartaliga vælkomin. Aglow, Suðuroy Fundur verður sunnukvøldið kl. 20 í hølinum hjá Tvøroyrar Handverkarafelag. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið, Vágur Ytrimissiónsmøti verður fríggjakvøldið kl. 19.30 við Thurid og Snorra Brend, trúboðarum til fulani-fólkið í Mali, Vestur-Afrika. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frelsunarherurin Vágur Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Toril Waag Olsen. Mánakvøldið kl. 18: Vit luttaka við sangi tá ið jólatræið verður vendrað í Vági. Aftaná verður jólaveitsla í Framtíðini. Betania, Porkeri Kvinnumøti verður mánakvøldið kl. 20. Eirikur Lindenskov - Eirikur@sosialurin.fo Árliga jólakonsertin í Vesturkirkjuni sunnudagin Í annaðkvøld kl 20 verður árliga jólakonsertin í Vesturkirkjuni í Havn Sum vant eru Havnar Hornorkestur og GHM við á konsertini, men hesaferð verða eisini Tórshavnar Manskór saman við Dreingjakórinum úr Kommunuskúlanum við. Petra Iversen fer at syngja solo, meðan Oddvør Johansen fer at spæla undir á urgu. Jan Jan Müller - jan@sosialurin.fo Tilbúgvingin klár l. mars Fiskimálastýrið hevur sett alt annað til síðis og lagt alla orku í at fáa MRCC-støðina at virka frá 1. mars næsta ár sigur Kaj P Mortensen, stjóri Tilbúgving Jan Müller Tilbúgvingarverkætlanin skal vera liðug til komandi summar. Og hon verður klár longu til 1. mars ella í seinasta lagi 1. apríl. Hetta sigur ein avgjørdur Kaj P Mortensen, sum hevur ábyrgdina av tilbúgvingini í Fiskimálastýrinum. Tilbúgvingarøkið varð herfyri flutt frá Vinnumálastýrinum til Fiskimálastýrið. Síðani hevur verið arbeitt víðari við tí samlaðu verkætlanini, sum byrjaði fyri tveimum árum síðani. Kaj Mortensen sigur, at hetta er eitt so stórt og fyri Føroyar álvarsligt mál, at teir hava lagt alla orku í málið. Sett eru tvey fólk til at arbeiða við tilbúgvingini. Ronnie Háfoss, løgfrøðingur er settur til at arbeiða við tilbúgvingarlóggávu, og Rógvi Johansen er settur sum samskipari og skal arbeiða í Fiskimálastýrinum við tilbúgving burturav. Ronnie er byrjaður, og Rógvi byrjar í næstu viku. Kaj Mortensen sigur, at tað, sum nú er mest átroðkandi er at fáa eina loysn uppá MRCC-ætlanina, (Maritime Search and Rescue Corporation) ið er kjarnin í sjálvari tilbúgvingini. Hetta er við at koma undir land. Fiskimálastýrið hevur verið í samráðingum við Føroya Telé í eina tíð fyri at finna eina loysn, soleiðis at MRCC-støðin kann fáa innivist í bygninginum hjá Tórshavn Radio við Tinghúsvegin. Væntandi fæst ein loysn komandi dagarnar. Fiskimálastýrið hevur annars brúkt eina ráðgevandi fyritøku í Betlandi >>Link Associated<< í sambandi við MRCC-støðina. Teir hava júst latið eina frágreiðing, har teir hava góðkent ætlanina, sum roynt verður at fáa uppá pláss við Føroya Telé. Tá samráðingarnar við Føroya Telé eru komnar uppá pláss, helst í vikuskiftinum, hevur tað við sær, at MRCC-støðin verður fult klár 1. mars. Tað er Vaktar- og Bjargingartænastan, sum skal hava ábyrgdina av MRCC-støðini. Kaj Mortensen vil við hesum eisini undirstrika, at einki hald er í óttanum hjá oljufeløgum og øðrum fyri, at tilbúgvingin ikki er komin uppá pláss til juni í næsta ár, tá boringin byrjar. Í dag er støðan tann, at tað eru Reykjavík, Stavanger og Aberdeen, sum koyra tað samlaða MRCC-arbeiðið. Fáa føroyingar ikki sína egnu MRCC støð upp at standa, so er vandi fyri, at hetta endar aðrastaðni. - Tann vandin er ikki til steðar longur, tí vit skulu hava hetta uppá pláss til tíðina sigur Kaj Mortensen, sum vísir á, at hetta málið hevur so stóran týdning fyri Føroyar, at teir hava lagt alt annað til síðis fyri at fáa hetta uppá pláss. Hvat viðvíkur framtíðar leiklutinum hjá donsku sjóverjuni sigur Kaj Mortensen, at hon kemur at halda fram við sínum virksemi. Tað hevur einki við hetta at gera. Tann parturin av MRCC, sum í dag er í Føroyum, er leiting og bjarging. Tað koyrir sum er undir leiðslu av Marinustøðini og í samstarvi millum Marinustøðina og Tórshavn Radio. Men virksemið hjá Marinustøðini fer at verða flutt niðan í Mjørkadal og fer tað eisini at ávirka tað komandi MRCC-skipanina. Nú verður so arbeitt við at fáa eina heildarloysn fyri alt hetta málið og heldur Kaj P Mortensen, at hóast alt ikki hevur gingið so skjótt sum ætlað, so er eingin orsøk longur til at bera ótta fyri, at alt hetta fyri yvir á útlendskar hendur. Konsertboð av Skálafjørðinum Sunnudagin 10. des. verða tvær konsertir á Skálafjørðinum. Klokkan 16:00 verður konsert í kirkjuni á Glyvrum, har kórverkið hjá mær "Føroyskt jólaoratorium" verður framført. Eitt kór upp á einar fjøruti sangarar fer saman við orgli og partvíst tvørfloytum at framføra verkið í ár. Tað er Símun Hammer, organistur við kirkjuna í Gøtu, ið fer at sita við orglið. Bodil og Fríðhild fara at spæla tvørfloytu til. Manskórið á Skálafjørðinum fer at hita upp við einum trimum sangum. Um kvøldið klokkan 20:30 sama dag verður konsert í Fríðrikskirkjuni við aðrari skrá. Manskórið á Skálafjørðinum fer at eiga høvuðsleiklutin á hesari konsertini. Skúlakórið í framhaldsdeildini í Runavík fer eisini at syngja nakrar sangir. At enda fer eitt heilt stórt kór at syngja, mannað við sangarum úr Jólaoratoriumskórinum, Manskórinum á Skálafjørðinum, Skúlakórinum í Runavík og øllum teimum, ið syngja í Skúlakórinum á Glyvrum. Starvsfelagin hjá okkum, Marita Joensen, fer sum solistur saman við manskórinum at framføra yndisliga og vælkenda verkið "Ave Maria" av Schubert. Tit skulu kenna tykkum hjartaliga vælkomin. Jóhan Mortensen Jan Müller - jan@sosialurin.fo Tilbúgvingin klár l. mars Fiskimálastýrið hevur sett alt annað til síðis og lagt alla orku í at fáa MRCC-støðina at virka frá 1. mars næsta ár sigur Kaj P Mortensen, stjóri Tilbúgving Jan Müller Tilbúgvingarverkætlanin skal vera liðug til komandi summar. Og hon verður klár longu til 1. mars ella í seinasta lagi 1. apríl. Hetta sigur ein avgjørdur Kaj P Mortensen, sum hevur ábyrgdina av tilbúgvingini í Fiskimálastýrinum. Tilbúgvingarøkið varð herfyri flutt frá Vinnumálastýrinum til Fiskimálastýrið. Síðani hevur verið arbeitt víðari við tí samlaðu verkætlanini, sum byrjaði fyri tveimum árum síðani. Kaj Mortensen sigur, at hetta er eitt so stórt og fyri Føroyar álvarsligt mál, at teir hava lagt alla orku í málið. Sett eru tvey fólk til at arbeiða við tilbúgvingini. Ronnie Háfoss, løgfrøðingur er settur til at arbeiða við tilbúgvingarlóggávu, og Rógvi Johansen er settur sum samskipari og skal arbeiða í Fiskimálastýrinum við tilbúgving burturav. Ronnie er byrjaður, og Rógvi byrjar í næstu viku. Kaj Mortensen sigur, at tað, sum nú er mest átroðkandi er at fáa eina loysn uppá MRCC-ætlanina, (Maritime Search and Rescue Corporation) ið er kjarnin í sjálvari tilbúgvingini. Hetta er við at koma undir land. Fiskimálastýrið hevur verið í samráðingum við Føroya Telé í eina tíð fyri at finna eina loysn, soleiðis at MRCC-støðin kann fáa innivist í bygninginum hjá Tórshavn Radio við Tinghúsvegin. Væntandi fæst ein loysn komandi dagarnar. Fiskimálastýrið hevur annars brúkt eina ráðgevandi fyritøku í Betlandi >>Link Associated<< í sambandi við MRCC-støðina. Teir hava júst latið eina frágreiðing, har teir hava góðkent ætlanina, sum roynt verður at fáa uppá pláss við Føroya Telé. Tá samráðingarnar við Føroya Telé eru komnar uppá pláss, helst í vikuskiftinum, hevur tað við sær, at MRCC-støðin verður fult klár 1. mars. Tað er Vaktar- og Bjargingartænastan, sum skal hava ábyrgdina av MRCC-støðini. Kaj Mortensen vil við hesum eisini undirstrika, at einki hald er í óttanum hjá oljufeløgum og øðrum fyri, at tilbúgvingin ikki er komin uppá pláss til juni í næsta ár, tá boringin byrjar. Í dag er støðan tann, at tað eru Reykjavík, Stavanger og Aberdeen, sum koyra tað samlaða MRCC-arbeiðið. Fáa føroyingar ikki sína egnu MRCC støð upp at standa, so er vandi fyri, at hetta endar aðrastaðni. - Tann vandin er ikki til steðar longur, tí vit skulu hava hetta uppá pláss til tíðina sigur Kaj Mortensen, sum vísir á, at hetta málið hevur so stóran týdning fyri Føroyar, at teir hava lagt alt annað til síðis fyri at fáa hetta uppá pláss. Hvat viðvíkur framtíðar leiklutinum hjá donsku sjóverjuni sigur Kaj Mortensen, at hon kemur at halda fram við sínum virksemi. Tað hevur einki við hetta at gera. Tann parturin av MRCC, sum í dag er í Føroyum, er leiting og bjarging. Tað koyrir sum er undir leiðslu av Marinustøðini og í samstarvi millum Marinustøðina og Tórshavn Radio. Men virksemið hjá Marinustøðini fer at verða flutt niðan í Mjørkadal og fer tað eisini at ávirka tað komandi MRCC-skipanina. Nú verður so arbeitt við at fáa eina heildarloysn fyri alt hetta málið og heldur Kaj P Mortensen, at hóast alt ikki hevur gingið so skjótt sum ætlað, so er eingin orsøk longur til at bera ótta fyri, at alt hetta fyri yvir á útlendskar hendur. Ólavur í Beiti - beiti@post.olivant.fo >>Vágamodellið<< riggar einastandandi væl >>COOL<< venjingin á Flogvøllinum staðfesti enn einaferð, at >>Vágamodellið<< er ein brúkligur leistur, sigur Regin Jespersen, sum er í arbeiðsbólkinum viðvíkjandi Tilbúgvingarverkætlanini Flogvøllurin Ólavur í Beiti Sum nevnt í blaðnum í gjár, so hevur verið dúgligt skeiðvirksemi í Vágum hesa vikuna, og hósdagin og fríggjadagin skuldi so roynast um alt nú riggaði í veruleikanum ella so nær veruleikanum sum gjørligt. Hóskvøldið klokkan 19.32 hendi ein flogvannlukka á Flogvøllinum og tá fór alt maskinaríið í gongd. Fyrst fóru løgreglufólkini á staðið, so sløkkiliðsmenn og til seinasta Sjúkraliðið og hjálparfólk, eini 60 fólk tilsamans. Flogfarið var ein bussur, har nøkur ungfólk úr Sørvági vóru løstað ferðafólk. Men tað hoyrdist ikki nógv til, at talan hevði verið um eina álvarsama flogvanlukku. Í stuttari viðmerking nú eftir hesi skeið og fleiri royndir, sigur Regin Jespersen, sum situr í arbeiðsbólkinum >>Katalysator bólkur 1<<, ið hevur við vanlukkur á landi, við strond og flogvanlukkur at gera, at royndin hesaferð var serdeilis væleydnað. Hetta er fjórða ferð vit hava hesar venjingar, og tær eydnast bara betur og betur hvørja ferð, sigur Regin Jespersen. Og viðvíkjandi venjingunum og skeiðum, so undirstrikar Regin Jespersen, at hetta verður skipað eftir >>Vágamodellinum<<, og hesin leistur ella hetta modellið riggar bara betur og betur. Nú hava vit enn einaferð prógvað, at >>Vágamodellið<< riggar í eini vanlukku av slíkum slagi eisini,og at samspælið millum teir ymisku bólkarnar er gott, sigur Regin Jespersen. Maður fallin Fríggjadagin var aftur boð eftir Sjúkraliðnum, Vága Bjargingarfelag og sjúkrabili, tí tá var ein maður omandottin úti í brattlendinum í Bø. Eisini henda royndin var væleydnað sambært Regini Jespersen. Við í hesi royndini, sum vit í gjár góvu navnið >>COOL<<, vóru Sløkkiliðið á Flogvøllinum, Sløkkiliðið í Sørvági, Sløkkiliðið í Miðvági og Sandavági, Vága Bjargingarfelag, Ambulansutænastan hjá Vága Bjargingarfelag og so fyrsta Sjúkraliðið í landinum, sum hevur staðið sína roynd aftur í hesi venjingini. Jan Müller - jan@sosialurin.fo Tor Shipping brynjar Góðskugóðkenning Jan Müller Enn eitt føroyskt virki hevur fingið góðskugóðkenning. Tað er Tor Shipping í Havn, sum er eitt shipping- og skipsmeklarafelag, sum í høvuðsheitum tekur sær av uppgávum í sambandi við keyp og sølu av skipum, skiparakstur, skipaumboðan og leigu av skipum. Hesar tænastur verða bodnar til reiðarar, skipaeigarar og onnur útgerðarfeløg í Føroyum og í útlandinum. Á eini samkomu í hølunum hjá Tor Shipping fríggjamorgunin handaði stjórin í Norsk Veritas, Andrass Joensen stjóranum á Tor, Torleif Mikkelsen certifikatið, sum sigur, at Tor nú hevur fingið ISO 9000 góðkenning. Torleif Mikkelsen sigur, at teir við hesi góðskukenningini verða betri førir fyri at samstarva og samskifta við kundar sínar og gevur henda góðkenning eisini virkinum møguleika at fáa fleiri kundar her ikki minst í tí komandi oljuvinnuni, sum nettupp leggur so stóran dent á góðskugóðkenning av virkjum. Torleivur Mikkelsen dylur ikki fyri, at tað m.a. er komandi oljuvirksemi, sum hevur fingið skundað undir ynskið at fáa góðskugóðkenning. -Vit hava roynt at fylgt við, hvussu leikur er farin fram í sambandi við komandi oljuvinnuna í Føroyum, og tað vóru kanska signalini frá hesi vinnu, sum gjørdu, at vit tóku støðu til at verða góðskugóðkendir, og tað eru vit glaðir fyri í dag, hóast tað eru onnur enn oljufeløgini, sum spyrja um ein er ISO góðkendur og vísir hann her til ferðamannafeløgini. Sjálvur heldur hann, at slík góðkenning átti eisini at kunna givið aðrar møguleikar, eitt nú áttu føroyingar at gjørt nógv meira við tað økið, sum Tor arbeiðir innan fyri og hví ikki gera ein altjóða skipamiðdepil í Føroyum spyr hann. Tað er greitt, at slík góðskukenning krevur ávíst arbeiði, og í hesum sambandi hevur Norðcon verið ráðgevi hjá Tor. Norðcon veitir virkisráðgeving við denti á góðsku-, umhvørvis-, trygdar- og heilsustýring og hevur eitt tætt samstarv við Norske Veritas. Sjúrður Horsdal, stjóri í felagnum sigur, at teir eru við í hesum arbeiði fyri at kunna átaka sær størri uppgávur og uppgávur við atliti at oljuvinnuni. Tor Shipping er ein av fyrstu fyritøkunum, sum Norðcon hevur arbeitt saman við um góðskustýring. Men eftirhondini hevur Norðcon drúgvar royndir í at hjálpa virkjum og stovnum at menna góðskuskipanir sambært krøvunum í ISO 9000. Í løtuni verður arbeitt saman við meira enn 10 virkjum, sum miðja móti at fáa ISO 9000-certifisering í ár og næsta ár. Fyrst í næsta ár kemur ein nýggj ISO 9000 skipan, sum er ein greið betran í mun til verandi skipan. Tor Shipping hevur fyrireikað sína góðskuskipan soleiðis, at hon beinleiðis kann góðkennast eftir nýggja standardinum, sum eitur ISO 9001: 2000. Væntandi verður Tor Shipping fyrsta felag í Føroyum, sum fær hesa góðkenning. Sosialurin skilur, at áhugin hjá føroyskum virkjum fyri góðskuskipanum er stórur í dag. Talan er bæði um virki, sum ætla at bjóða seg fram í oljuvinnuni ella á útlendskum marknaðum, men eisini eru virki, sum meira fáa sær góðskustýring fyri at betra um innanhýsis stýringina og framleiðsluna. Andrass Joensen hjá Norske Veritas sigur, at teir hava higartil latið fimm virkum góðskugóðkenning men teir arbeiða við fleiri øðrum góðkenningum. Umframt teir tekur Bureau Veritas sær eisini av góðskugóðkenning. Teir hava higartil certifiserað 2 virki. Ein orsøk til at so fá virki enn hava fingið góðskugóðkenning er fyrst og fremst tann, at hetta er so nýtt men tað er kostar so eisini nakað. Fyri eitt virki sum Tor, alt eftir hvussu nógv virkið sjálvt kann gera, kostar ein slík certifisering nakrar hundrað túsund krónur. Men talan er so um eina íløgu. Fyrr kundi almennur stuðul fáast til hesa góðkenning. Andrass Joensen heldur, at møguliga átti tað almenna og annars Vinnuhúsið at umhugsa ein ella annan stuðul aftur fyri at fáa uppaftur fleiri virki at fáa sær góðkenning og harvið liva upp til framtíðar krøvini, ið verða sett vinnuni. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Ætlanin hjá Bjarna Djurholm skal steðgast Tað, sum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, nú hevur gjørt, er so grovt álop á fakfeløgini, at tað skal steðgast. ArbeiÐsmarknaÐur Áki Bertholdsen Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum hevur rættiliga lopið ilt í alla føroysku fakfelags-rørsluna. Og bakkar hann ikki, er stórur vandi fyri, at alt landið verður lagt lamið. Tað er uppskotið, sum hann ætlar at seta í verk, um, hvussu ósemjur á arbeiðsmarknaðinum skulu loysast, sum rættiliga fingið fingið fakfeløgini at seta føtur í spenni. Hósdagin hevði Sjeymannabólkurin hjá fakfe-løgunum fund um ætlanina hjá Bjarna Djurholm um at seta lógina um seming í verk. Og har var niðurstøðan púra greið: Uppskotið skal steðgast! Tað hevur ikki eydnast, at fáa orð á Joan Ziskason, sum er forkvinna á Sjeymannabólkinum, ið umboðar allan arbeiðsmarknaðinum, bæði tann privata og tann almenna. Men Heini Joensen, sum er næstformaður í Starvsmannafelagnum, var við á fundinum fyri sítt felag. Hann sigur, at niðurstøðan á fundinum var, at hetta var eitt so grovt álop á rættindini hjá fakfeløgunum, at tað skal steðgast. Hann vil ikki útgreina, hvussu fakfeløgini ætla at steðga ætlanini, um hon verður trumfað ígjøgnum Løgtingið. Tað verður við teimum vápnum, sum fakfeløgini hava til taks, sigur hann. Stutt. Tað, sum fakfeløgini eru serliga ørg um, er, at eftir nýggja lógaruppskotinum, fær semingsmaðurin heimild at útseta verkfall í tað óendaliga. Harafturat er ætlanin at blanda seg uppí lógirnar hjá hvørjum ein-støkum fakfelag, so at tað verður at kalla ómøguligt at fella eitt semingsuppskot. Taka tað ringasta burturúr Heini Joensen sigur, at seinast sáttmálasamráðingarnar vóru, hevði Fíggjarmálastýrið eitt høvuðskrav, sum forpestaði allar samráðingarnar. Og tað var kravið um, at ein høvuðsavtala skuldi setast í verk. Tað miseydnaðist tá. Men tað, sum nú hendir er ein roynd at lumpa hetta niðuryvir okkum ígjøgnum bakdyrnar. Heini Joensen sigur, at vit mugu minnast til, at donsku lógirnar um høvuðsavtalu, seming og arbeiðsrætt, eru eftir avtalu ímillum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Tað, sum Bjarni Djurholm nú ætlar, er, at størsti arbeiðsgevarin einvíst skal seta lógina í verk í Føroyum. Hann sigur, at tað, sum Bjarni Djurholm ger, er so grovt, at hann tekur ein part av lógini um høvuðsavtalu, seming og arbeiðsrætt og ætlar at seta tað í gildi í Føroyum, uttan at samráðast við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um tað. Men harafturat hevur Bjarni Djurholm tikið teir ringastu partarnar burturúr donsku lógunum og ætlar at seta teir í gildi í Føroyum. Eitt nú eru donsku lógirnar um, hvussu atkvøðast skal í fakfeløgunum um semingsuppskot, linkaðar. Men í uppskotinum hjá Bjarna Djurholm verða tær gomlu ásetingarnar brúktar, sum gera tað at kalla ógjørligt hjá fakfeløgum at fella eitt semingsuppskot. Manglandi hegni Heini Joensen sigur, at veruligi trupulleikin á arbeiðsmarknaðinum er, at Fíggjarmálastýrið hevur ikki hegnið til at loysa ósemjur á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðssteðgir og verkfall hava ongantíð verið trupulleikin í Føroyum. Men hesi seinastu árini hava avdúkað, hvussu lítið hegni fíggjarmálastýrið hevur til at loysa tær ósemjur, sum stinga seg upp. Men ístaðin fyri at loysa tann trupulleikan, skal málið loysast við at smoyggja hesa lógina niðuryvir høvdið á fakfeløgunum, sigur Heini Joensen. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Smyril Line og stóra ætlanin Verkætlanin at byggja nýggja Norrønu er størsta ætlan hjá nøkrum føroyskum felag nakrantíð Smyril Line, sum hevur næstan 20 ár á baki, er komið í vandasjógv. Felagið manglar pengar til at gjalda avdrátt fyri nýggju Norrønu, og fíggjarligi tørvurin er stórur og átrokandi. Týsdagin 27. juni var endaligi byggisáttmálin til nýggju Norrønu undirskrivaður. Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, og Fred Garde, stjóri á Flensburger Schiffbau-Gesellshaft (FSG), settu síni nøvn á sáttmálan, og aftaná varð skálað við sjampanju. Nýggja Norrøna er tann størsta og dýrasta verkaætlanin, sum nakað føroyskt felag nakrantíð er farið undir. Nýggja skipið kostar um 660 milliónir krónur. Men fyri pengarnar skuldi Smyril Line eisini fáa eitt rættiligt mærglætisskip við gosbaði, svimjihyli, sauna, solarium og øllum hugsandi hentleikum. Skipið skal taka 1600 ferðafólk og einar 1000 bilar. Tá byggisáttmálin varð undirskrivaður segði Óli Hammer, at Smyril Line mátti tryggja sær eini 30.000 ferðafólk fleiri til Norrønu, so talið kundi koma upp á 100.000 fólk um árið. Tað er tí eitt vónbrot fyri felagið, at færri fólk hava siglt við Norrøunu í ár enn í fjør. Ymiskt virksemi Smyril Line varð stovnað í 1982, og síðani hevur felagið havt Norrønu siglandi millum Føroyar og grannalondini. Í fjør varð virksemið hjá Smyril Line víðkað til at umfata eina farmaleið eisini, og Smyril Line hevur lagt nógvar pengar í at fáa hesa leið at virka. Felagið hevur farmastøðir í Hanstholm, Kolding og Hedehusene, umframt at felagið hevur leigað farmaskipið Tango í summarhálvuni, tá Norrønu røkir vanligu siglingina. Smyril Line eigur og rekur Hotel Føroyar, og felagið er høvuðspartaeigari í P/F Útferðir, ið rekur skonnartina Norðlýsið. Smyril Line lat í 1999 nýtt vallarheim byggja í grannalagnum hjá Hotel Føroyum við Oyggjarvegin. Smyril Line er ein av stovnarunum av føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum. Partapeningurin í Smyril Line er 15 milliónir krónur, og landið er størsti einstaki partaeigarin við 18% av partapeninginum. Nógvir føroyingar eiga smærri part í Smyril Line. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Nevndarformaðurin sigur einki Nevndarformaðurin í Smyril Line, íslendingurin Jónas Hallgrímsson, vil ikki gera viðmerkingar til støðuna í felagnum Eg havi einki at siga í løtuni, segði hann, tá Sosialurin fekk fatur á honum fyrrapartin í gjár. Hann vísir til stjóran í felagnum, Óla Hammer, sum ikki hevur verið til at fingið fatur á seinastu dagarnar. Í nevndini hjá Smyril Line sita Jónas Hallgrímsson, sum er formaður, Óli Hammer, sum er næstformaður, Thomas Arabo, Knút Nolsøe, Einar Waag, Jógvan í Dávastovu og Heri Mørkøre. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Nýtt sjónband við Kulum Rótum Trølla-Pætur, Trølla-omman og Kular Røtur flippa út á nýggjum sjónbandi við nógvum tónleiki, tekningum og øðrum undirhaldi Nýtt sjónband við føroyskum undirhaldi til børnini er komið út. Talan er um væl umtóktu Kular Røtur, sum áður hava givið tvær fløgur og eitt sjónband út. Nýggja sjónbandið er við Kulum Rótum og Trølla-Pæturi. Hon er omma mín, er heitið á sjónbandinum, sum er trý korter til longdar. Á bandinum er undirhald til børnini. Tónleikurin hjá Kulum Rótum fær innivist, og somuleiðis fær ein filmað søga um Trølla-Pætur og Trølla-ommuna. Zacharias Hammer hevur filmað søguna, har Trølla-omman fer við motorsúkklu, politiið leitar eftir henni, og trøllini vitja á sjúkrahúsi eisini. Gera nógv burtur úr Trølla-Pætur og Trølla-omman eru høvuðsleikarar á sjónbandinum. Jógvan á Høvdanum hevur gjørt tekningar til sangir hjá Kulum Rótum, og tónleikurin er tikin av fløgunum, sum Kular Røtur hava givið út seinasta árið, og sum hava verð so nógv spældar og seldar. Undan jólum í fjør kom eisini eitt sjónband við Kulum Rótum, og tað var væl umtókt. Hesaferð verður enn meira gjørt burtur úr undirhaldinum. Upptøkurnar til sjónbandið eru allar nýggjar, tær eru gjørdar í heyst. Studio Pegasus gevur sjónbandið út, og Føroya Banki og MBM eru høvuðsstuðlar. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Føroyskt studio í Herlev Ein bygningur í Herlev hýsir trimum føroyskum tónleikarum, sum hava fingið sera góðar umstøður at arbeiða undir Tríggir føroyskir tónleikarar hava nú sína dagligu gongd í einum bygningi í Herlev, har teir hava savnað alla sína tónleikaútgerð. Herlev liggur stutt uttan fyri Keypmannhavn. Róin Siggertsson hevur leigað seg inn í bygningin, sum er 256 fermetrar stórur, og hann hevur latið Terja Rasmussen og James Olsen pláss burturav. Eg havi arbeitt við hesum hugskotinum í longri tíð, og tá tað nú gjørdist veruleiki, vóru James og Terji eisini áhugaðir at koma inn, og teir hava so leigað høli frá mær, sigur Róin Siggertsson. Vit hava í grundini upptøkuútgerð hvør í sínum lagi, men vit ælta at samstarva um upptøkur og framleiðslu av tónleiki. Hetta er so nýtt, og tí er tað rættiliga opnið, hvussu vit fara at samstarva, men vit eru sinnaðir fyri øllum møguleikum, sigur Terji Rasmussen. Hugsar um Danmark Róin Siggertsson hevur fingist nógv við tónleik, síðani hann var heilt ungur. Hann hevur spælt nógv, gjørt sín egna tónleik, og hann hevur produserað tónleik fyri onnur - millum annað Tónar, Randarsól og ein írskan bólk, sum kallast Catcher. Mín tanki er at royna at koma longur við tónleikinum hjá mær. Eg havi givið tónleik út í Føroyum, men tað freistist eg ikki so nógv av í løtuni. Eg kundi hugsa mær at fingið møguleikan at givið okkurt út í Danmark, sigur Róin Siggertsson. Tað kemur væl við, at eg nú havi fingið so góðar umstøður at arbeiða undir. Tað skuldi gjørt møguleikan betur fyri at fingið okkurt gott burturúr, sigur hann. Tá tú fert inn í vanligt studio, er tað ofta sterilt og keðiligt, og taxametrið telir frá tí, at tú kemur inn. Tað kann geva tær nervar, áðrenn tú ert byrjaður at taka upp. Her er støðan ein heilt onnur, tí eg búgvi her, og øll útgerðin stendur klár at brúka døgnið runt. Øll hugsandi útgerð Terji Rasmussen hevur seinastu árini búð í Danmark, og har hevur hann gjørt nógv við tónleikin. Meðan hann hevur verið búsitandi í Keypmannahavn, hava hann og Eyðun Nolsøe givið eina fløgu út við nýggjum sangum, umframt at 3'arin júst hevur givið ein savnsfløgu við sangum, sum teir báðir hava gjørt gjøgnum tíðina. Nú brúkar Terji nógva tíð í Herlev. Her er øll hugsandi útgerð, sum eitt studio hevur brúk fyri, og tí eru vit førir fyri at taka fløgur upp frá byrjan til enda. Harafturat kunnu vit syrgja fyri, at tónleikur verður ljóðblandaður av royndum ljóðblandara, sigur Terji Rasmussen. Her eru møguleikar til at taka demofløgur upp, og her er eisini gjørligt at gera allar aðrar innspælingar. Hetta er rættiliga nýtt, og tí er tað púra opið, hvat vit kunnu brúka hetta studio til, sigur hann. Undir nýggja útgávu Terji Rasmussen, sum hevur verið fløguaktuellur fleiri ferðir seinnu árini, er í holt við eina útgávu, sum hann leingi hevur tosað um. Talan er um eina barnafløgu við tónleiki, hoyrispæli og øðrum undirhaldi. Eg eri farin í gongd við hesa útgávuna, og eg vóni, at hon kann verða liðug og koma út á páskum komandi ár, sigur Terji Rasmussen. Útgávan verður ein CD-Rom, sum skal upplivast á telduni. Umframt tónleikin og hoyrispæl, verður eisini gjørligt at uppliva animatiónir afturvið, og onkur smáspøl verða eisini løgd á fløguna. Hetta er eitt rættiliga umfatandi projekt, men tað er spennandi at fara í holt við tað, sigur Terji Rasmussen. Spælir nógv Terji Rasmussen spælir so at siga hvørt vikuskifti í danska høvuðsstaðnum. Hann hevur spælt einsamallur og saman við Eyðuni Nolsøe á Café Malmø, sum alsamt meira gerst eitt føroyskt vertshús. Café Malmø liggur í Havnegade miðskeiðis í danska høvuðsstaðnum. Hvørt fríggjakvøld er okkurt føroyskt tónleikaundirhald, og tað ger, at nógvir føroyingar leita sær fram við. Spæli eg ikki, so er tað onkur annar føroyskur tónleikari, sum ger tað, sigur Terji Rasmussen. Føroyingar hava sína føstu støð í náttarlívinum í Keypmannahavn, og fríggjakvøld eru tað alsamt fleiri føroyingar, sum leita sær inn á Café Malmø. Nógv at tríva í Í bygninginum í Herlev er nógvur aktivitetur. Róin og James búgva har, og tað ger Terji eisini ein part av vikuni. Ein ketta, sum hevur fingið navnið Sas Squash gongur og melir millum teir. Er tað ikki tónleikur, sum teir sita og arbeiða við, so er altíð okkurt at tríva í við at smíða ella fáa upp á pláss. Vit hava sera gott pláss, og vit halda, at møguleikarnar fyri at fáa studio rættiliga at virka eru góðir, sigur Terji Rasmussen. Umstøðurnar eru framúr, og tað er nógv av plássi. Ætlanin er, at her skal eisini vera møguleiki at taka myndir í einum serligum rúmi, og at gera til dømis kápur og annað arbeiði í sambandi við útgávur, sigur Róin Siggertsson. Alt er ikki klárt enn, men eg havi til dømis fingið gjørt ein lítlan konsertsal, har møguleiki er at spæla live, og har útgerðin altíð stendur tøk. Arbeiða við sínum egna tónleiki Róin Siggertsson arbeiðir við tónleiki undir navninum Sas Quash Productions, og Terji hevur sítt Sightseeing Productions. Terji hevur ætlanir um at framleiða og upptaka tónleik fyri onnur, umframt at hann eisini arbeiðir við síni egnu barnaútgávu. Róin ætlar sær at leggja seg meira eftir sínum egna tónleiki. Eg havi produserað rættiliga fitt av tónleiki fyri onnur seinastu tíðina, men nú havi eg betur hug til at arbeiða við mínum egna tilfari. Tað er eisini ein av týðandi orsøkunum til, at eg havi leigað meg inn í hendan bygningin, sigur Róin. James Olsen, sum er triði maður undir takinum í Herlev, hevur nógv at gera í løtuni. Hann spælir við í bólkinum hjá Erann DD, sum er væl umtóktur á danska tónleikapallinum í løtuni. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt lágtrýst, undir 975 hPa., yvir Írska Havinum flytir seg móti Norður-Skotlandi. Eitt hátrýst yvir landnyrðingspartinum av Grønlandi liggur í stað og mennist. Eitt lágtrýstumráði sunnan fyri Ísland grynnist, men dýpist aftur í næstu viku, og brúgvløg haðani nærkast Føroyum av útsyningi. Veðrið í dag og sunnudagin: Strúkur í vindi upp í hvassan vind av landnyrðingi og stundum regn. Hitin millum 3 og 6 stig. Veðrið mánadagin, týsdagin og mikudagin: Fyri tað mesta strúkur í vindi, í løtum upp í hvassan vind, millum eystan og sunnan og í skiftum regn, annars skýggjað. Hitin kemur upp í 7 til 9 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, undir 975 hPa., yvir Írska Havinum flytir seg móti Norður-Skotlandi. Eitt hátrýst yvir landnyrðingspartinum av Grønlandi liggur í stað og mennist. Í dag: Eitt lágtrýstumráði sunnan fyri Ísland grynnist, men dýpist aftur í næstu viku, og brúgvløg haðani nærkast Føroyum av útsyningi. Viðmerking til grein í Dimmalætting 29/11-2000 undir yvirskriftini "Sigursharrin gjørdist stóri taparin". Í samrøðu við blaðið ilskast Johannes Klein inná mátan Javnaðarflokkurin førdi valstríð uppá til komunuvalið í Miðvági og sigur, at vit hava ført eitt ágangandi valstríð ímóti honum persónliga, hesum nokti eg at trúgva, tí javnaðarfólk brúka ikki tey skitnu vápnini, ið javnan verða brúkt ímóti okkum. Tað var ikki Føroya Javnaðarflokkurin, men fólk í Vága Javnaðarfelag, búsitandi í Miðvági, ið stillaðu upp ein Javnaðarlista til kommunuvalið. Valstríð var ikki nógv av, tað var ein grein í bløðunum frá tveimum av valevnunum á lista A. Frá lista C Javnaðarlistanum var ein faldari borðin í hvørt hús í Miðvági sunnukvøldið fyri valið, har sagt var frá, hví tað bleiv stillað upp politiskt, og hvat fólkini á hesum lista fóru at arbeiða fyri tey komandi 4 árðini, um tey fingu umboð og ávirkan í komandi Bygdaráð. Sjálvan valdagin hevði listi C plakatir við myndum av valevnunum og áheitan á veljaran um at velja listan. Faldarin var skrivaður av valevnunum á lista C í samráð við javnaðarfólk í Miðvági, myndirnar til plakatirnar og faldaran vóru eisini tiknar av einum javnaðarmanni í Miðvági, við undantak av forsíðumyndini, ið er lánt frá einari internet heimasíðu hjá einum tyrlupiloti, við loyvið frá viðkomandi. Sjálv uppseting varð eisini gjørd av javnaðarfólkið í Miðvági; men prentingin fór fram á einari privat fyritøku í Havn, og ikki av Føroya Javnaðarflokki. Tá Johannes sigur at " Sosialistarnir fingu diggan stuðul úr Havn " er hetta beinleiðis lygn. Nei Johannes sosialistarnir í Miðvági tørva ikki hjálp uttanifrá fyri at føra valstríð. Hettar at javnaðarfólk í Miðvági, sum tey firstu vesturi í Vágum, tordu at stilla upp politiskt til eitt bygdarásval eri eg stoltur av, og eri eg sera væl nøgdur við valið, ið gav okkum 126 stemmir. Hetta svarar til sløk 25% og tvey fólk í nývalda bygdaráðið. Persónliga vil eg takka øllum, ið valdu Javnaðarlistan lista C. Við nývalda Bygdaráðsformanninum yvist eg ikki í, at tað verður møguligt hjá øllum bygdaráðslimum at arbeiða saman, bygdini og borgarunum at frama. Miðvágur 29/11-2000 Við Javnaðarkvøðu Thomas Hans Gaardlykke ODDAGREIN: Hart at vera føroyingur í Føroyum Um dagarnar kundi Sosialurin greiða lesarunum frá, at avgerðin at lækka rentustuðulin stendur við. Líkt er til, at tað er einki, sum fær okkara borgarliga landsstýrið til umhugsa hesa ætlan. Orðini hjá Fólkaflokkinum, "at peningurin liggur best í lummanum hjá tí einstaka borgaranum", verða aftur gjørd til skammar.Hetta hendir samstundis sum oljan er hækkað til himmalskar hæddir. Samstundis sum renturnar í bankum og sparikassunum aftur krúpa uppeftir. Og samstundis sum prísurin á flest øllum matvørum og nýtsluvørum tykist at hækka støðugt. Avleiðingin av hesum er, at tann vanligi føroyingurin fær ikki endarnar at røkka saman. Hó, hó, rópar Fólkaflokkurin óivað. "Tit mugu ikki gloyma, at vit, langt um leingi, hava drigið handa ómøguliga Karsten Hansen og Tjóðveldið til at lækka skattin frá 1. januar, heilar 81 milliónir krónur". Harafturat kemur alt tað, sum borgarin kann draga frá í skatti, tá tann nýggja (ósolidariska) eftirlønin fer at virka einaferð næsta ár!!! Sum lesarin kanska skilur, so er tað tann borgarligi Fólkaflokkurin, sum í hvussu er letst at hugsa um "meiniga mannin" og sigur seg vilja geva honum betur rásarúm. Øvugt tykist vera við Tjóðveldisflokinum, sum á pappírinum skuldi verið ein sosialdemokratiskur flokkur, og sum áður varð sagdur at vera ein verkamannaflokkur! Hesi orð eru ikki skrivað í skemti. Heldur ikki eru tey ætlað at vera speirekandi, men støðan er bara so tragikomisk. Og álvarsom. Spurningurin er, hvussu leingi vanligi føroyingurin finnur seg í at verða knokkroyttur í skatti, hækkandi rentu, lækkandi rentustuðulin, samstundis sum landsstýrið ikki vil lækka oljuavgjald ella meirvirðisgjald. "Tað er hart at vera speidari í Havn", plagdu fólk at taka skemtiliga til, tá okkurt serligt var á vási. Nú kann hugtakið við góðari samvitsku broytast til: "tað er hart at vera føroyingur í Føroyum!" Og leggjast kann afturat, at tað er einki, sum bendir á, at tað verður lættari at búgva í Føroyum so leingi sum hetta borgarliga landsstýrið situr við valdið! Sosialurin Av Kallinum í Eiffeltornið MENTAN. Hvussu skarst mentanin í ár? Hvør var besta mentunarliga upplivingin í ár? Henda spurning hevur Birgir Kruse sett nøkrum av teim fólkum, hann í ymsum høpi hevur samskift við um mentamál í ár. Um teldupost, honum líkt. Úrvalið er sostatt funnið í teldupostadressum Birgis. Mong hava svarað og er onkur, sum hevur hug at leggja seg út í mentunarliga kjakið og geva eitt boð um bestu mentunarligu uppliving í skjótt farna ári, so er at senda hálva A4-síðu til birk@post.olivant.fo MARTIN NÆS: Av Kallinum í Eiffeltornið Fyri nøkrum árum síðan fór eg saman við útlendskum bókavørðum norður eftir Kalsoynni. Tíverri var veðrið ikki til vildar tann dagin. Vit sóu einki, tí mjørkin lá tjúkkur; men tað, sum vit hoyrdu var jarmandi seyður og kátur fuglur. Komin norður á Kallin, løgdu vit hondina á vitan, og vit hoyrdu tokulúðurin boða sín boðskap út í tokuna, meðan bóndin úr Mikladali greiddi okkum frá um alt tað, vit ikki sóu. - Tað var ikki sørt, at vit sendu Vitameistaranum á heimsins enda ein fjálgan tanka, og takkaðu honum í huganum fyri øll orðini, hann hevði givið okkum hesi hundrað árini. Fyri fáum døgum síðan sat eg, saman við góðum vinum uppi í Eiffeltorninum. Har var eingin mjørki, eingin jarmandi seyður og eingir kátir fuglar. Har ýddi við myrkum minnisgripaseljarum, ið vildu pranga alt møguligt slag av plastikkminnisgripum upp á teg. Tú fekst í veruleikanum ikki gingið fyri billettlúkum og sølubúðum. Knappliga, meðan vit sita langt har uppi og hyggja eftir kvøldarljósinum yvir París, stingur eitt fremmant, blítt kvinnuhøvur seg fram av stólinum við síðuna av mær, og sigur á ramligum norðoyarmáli: gott kvøld, eg eiti Annika og eri av Trøllanesi. Eg má siga, at í fyrsta umfari ljóðaði hetta líka so mentunarliga ótrúligt, sum tær báðar ferðirnar í árinum, eg varð ringdur upp, og mær varð sagt, at í næstum fór Føroya Landsbókasavn at fáa nakrar bókmentaligar dýrgripir í varðveitslu. Dýrgripirnir vóru frumritini til bíbliutýðingina hjá Victori Danielsen, og nú henda dagin frumritið til Barbaru eftir Jørgen-Frantz Jacobsen. Tú stendur sum eitt stórt spurnartekin og kann bara bera fram eina fátæksliga tøkk. Hóast mjørkin aftur sýgur saman um vitan á Kallinum, og hóast bilosin legst í tjúkkum løgum á billettlúkurnar í Eiffeltorninum, so er gott at vita, at enn eru fólk í Føroyum, sum vísa álit og hava álit. - At so ein Annika av Trøllanesi eisini kann gera lívið meira spennandi at liva - eitt kvøld í París - er bara ein sjarma aftrat! Martin Næs TORBJØRN JACOBSEN: Árið - sæð í mentunarligum ljósi Ørkymlandi støða, at skula velja og vraka burturúr eini stórari rúgvu av mentunarupplivingum. Og so er tað tann veruleiki, at kanska gekst betri at røkja littereru & musikalsku akkumulatorarnar, tá ið tú sjálvur ráddi yvir frívaktunum, enn nú, tá ið tú fer fram inni á Glyvrum í lýsingini, og sjáldan er aftur við hús fyrenn um miðnáttarleitið. Onkursvegna rennur meiri út enn tað rennur inn í høvdið. Kanska tí at ein ikki enn hevur vant seg við hetta landkrabbalívið, harið fleiri atlit skula takast enn man er vanur við. Hetta seinasta nosið, harið ein fluga í denn grad gjørdist ein uppreklameraður fílur, vóru kanska abstinensir frá mínum gamla og komandi arbeiðslívi. Men um ikki annað kom burturúr tí, so fingu vit ígjøgnum útvarpið staðfest illtankan um, at Fólkaflokkurin politiskt og hugsjónarliga er ímóti at hátíðarhalda einasta dagin, sum arbeiðarafjøldin, einsamøll, eigur í árinum, og eisini, at hann er ímóti at avtaka danska Grundlógardagin sum frídag í føroyskum skúlum. Ná, men málið er nú reist. Og tað kunna bara verða batar, ið liggja í havsbrúnni. Besta bókin? Ja, tað valdast bøkur. Kom fyri stuttum framá eina skaldsøgu niðri í gamla bókhandli. "Cuba Libre" hjá franska rithøvundinum Reginé Deforges. Ein av teimum stóru í okkara tíð. Ein fín lýsing av cubansku kollveltingini. Kann bara mæla øllum til at lesa hana. Á søguliga ella rættari siðsøguliga økinum eri eg ómetaliga imponeraður av bókini "Hin føroyski róðrarbáturin" hjá Andrasi Mortensen. Makan til vælaverk skal man leita leingi eftir. Prógvar, at í yngra skaranum av skrivandi fólki liggur eitt øgiligt potentiali, sum farast skal væl um. Harmist um at eg ikki var heima tá ið hon varð almannakunngjørd. Fekk hana sendandi frá høvundinum, og tað eri eg sera takksamur fyri. Besta fløgan? Hetta er kanska torførasti spurningurin. Ov nógv at velja ímillum. Men, sum tú veist, so dámar mær serliga væl Bubba Morthens. Fekk hesa uppsamlingina frá honum, "Søgur 1990 - 2000", tá ið vit hittust í Reykjavík í heyst, og tá ið hetta er hæddin í hansara tónleikaskeiði, velji eg hesa, ímillum fleiri, sum liggja tætt undir borði. Besti filmur? Havi lítið skil á hesum økinum. Durvi pr. definitión tá ið einir 5 minuttir eru farnir av einum filmi. Veit ikki hví. Hetta má bara verða eitt gamalt skot. Ein eldri filmur frá Vietnam krígnum "The dear hunter" dámdi mær somikið væl, at eg hugdi at honum fleiri ferðir. Høvdu hann á bandi umborð. Sjáldan er sálarligi terrorin mótvegis tí einstaka, í báðum pørtum, í einum kríggi, so væl lýstur sum her. Myndin av hesum amerikanska unglinginum, vassaður út í narkohelviti, harið hann situr og spælir russiska roulet fyri fíggjarliga at halda rúsinum gangandi inn í ævinleikan, er ein so sterk mynd, at hon fer ikki úr høvdinum aftur í bræði. Og so var hetta bara eitt ideologiskt stríð, harið deyðans keypmenn vóru teir einastu ið fingu nakað burturúr. Kanska var tað "eisini" ætlanin? Besti sjónleikur? Krypilin úr Inishman. Eitt vælaverk av Grímu. Gav stórar vónir um eina bjarta framtíð í føroyskum sjónleikalívi. Nú gleði eg meg bara til at síggja frumframførsluna av hesum nýggja sjónleikinum hjá Jóanesi Nielsen einaferð í vár. Her eru vit veruliga á einum vegamóti. Tað blíðkar fyri hugaðum monnum og kvinnum má sigast. Besta framsýning? Ólavsvøkuframsýningin. Besta tiltak? Tað er ómetaliga ilt at siga. Tað kundu verið so nógv. Men eg haldi við Dimmalætting tá ið teir siga, at hetta Bjørn Afzelius kvøldið í Norðurlandahúsinum var til UG. Ikki tí at vit báðir høvdu eina lítla rollu í tiltakinum, men tí at tónleikurin var í topp. Og atmosferan við. Eitt annað tiltak, sum eg var ikki sørt hugtikin av, var eitt konsertkvøld í losjuni í Gøtu, harið Ivory spældu saman við hesum fantastiska saxofonistinum, sum vitjaði oyggjarnar í summar. Húsið er lítið, men onkursvegna gerst tað púra elektriskt, tá ið stórir listamenn fylla tað við sínum gávum. Tú minnist kanska tá ið Bjørn Eidsvaag fyri nøkrum árum síðani hevði eina konsert har. Guð hann náði meg fyri eitt upplivilisi. Stemningurin var so komprimeraður og høgur, at hann kann ikki beskrivast, hann mátti upplivast. Besta mentunaruppliving? Ja, tað mundi vera tá ið eg sjálvur varð settur at forvalta mentanina frá politiskari síðu. Hetta var sjálvandi skemt. Eg veit ikki rættiliga. Men at hitta og tosa við 3 so stórar listamenn sum Ingálv av Reyni, Bubba Morthens & Mikhael Wiehe hevur havt stóran týðning fyri meg. Onkursvegna hava teir verið ein partur av tær, hesir merkiligu menninir, við teimum ógreiniligu, Guðagivnu gávunum. Og so standa teir har, sum øll onnur, hamar av kjøti og blóði. Áh, hvat er tað ikki vælsignað, at menniskju ikki verða skapt, í dusinum, buntaði saman á einum flowandi samlibandi. Munurin ger lívið vert at liva! við frændakvøðu tobbi HELGA HJORVAR: Tað besta í 2000 Millum tað besta eg havi upplivað á føroyska mentunarpallinum í ár, havi eg hug at nevna eina røð av upplivingum. Frumframførslan hjá íslendska symfoniorkestrinum av fyrstu føroysku symfoniini hjá Sunleifi Rasmussen í Norðurlandahúsinum. Hetta var ein stórfingin hending, sum tað var sera spennandi at fáa loyvi til at uppliva. Av einstøkum sjónleikaraavrikum kunnu leiklutirnir hjá Katarinu Nolsøe í sýningini hjá Grímu "Moder syvstjerne" á Meiarínum verða nevndir. Hon hevur bæði leiklutirnar sum Antonia og læknafrúan Helga Aho. Hetta var ein fjølbroytt lýsing av tveimum sera ymiskum kvinnum, og Katarina hevur eina serliga útstráling á pallinum. Og so ein leiklutur í einum filmi, nevniliga Ingvar Sigurðsson í leiklutinum sum Páll í filminum "Alheimsins einglar", sum varð sýndur í filmklubbanum í Norðurlandahúsinum. Ingvar hevur nú fingið áskoðaravirðislønina sum besti europeiski filmsleikari í ár. Sum sjónleikari er Ingvar sera nærverandi, og hóast Páll hevur stóra megi í tulking hansara, so vísir hann av einslistum ein viðbreknan persón. Framførslan hjá Havnarkórinum í Gøtu kirkju av jólaoratorinum hjá Bach var góð. Kórið syngur sera væl við Jóni Stefánssyni sum leiðara, og tað var nakað heilt serstakt at hoyra hetta listaverk framført í so vøkrum umhvørvi. Og so Summartónakonsertin í Listaskálanum við Blásarakvintet Reykjavíkur, har verkið Rapp hjá Atla Heimi Sveinssyni varð frumframført. Tá ið kunnað varð um hetta verkið í sambandi við at Bergen er menntanabýur ár 2000, varð dentur lagdur á, at frumframførslan hevði verið í Tórshavn. Eitt skemtiligt verk, sum tónleikararnir høvdu mikla fragd í at framføra. Henda spæligleði er nakað, ið mangan vantar tá ið tónleikur verður framførdur. Og at enda vil eg nevna framførsluna hjá Michael Wiehe og teimum føroysku tónleikarunum herfyri. Hugtakandi tónleikur við broddi í. Helga AUGUSTA MIKKELSEN: Tann besta mentunarupplivingin í 2000. Sum stjørnur á himmalinum seta upplivingarnar seg. Jú longri tú hyggur, fleiri stjørnur sært tú. Tað er tí trupult at takað eina uppliving framum aðra. Hetta var tað, ið kom mær til hugs, tá eg skuldi velja bestu mentunarupplivingina í ár. Tó vil eg nevna nakrar stjørnur, innan eg komi til hina bestu: Aftaná 20 ár aftur at síggja filmin Blikktrumman eftir bókini hjá Günter Grass; fimleikafagnaðurin í Norðurlandahúsinum; bøkurnar hjá Jens Paula Heinesen, "Á ferð inn í eina óendaliga søgu" og beint nú upplivi eg Írlandi í 30'unum saman við Frank McCourt og bókini "Angela's Ashes". Fyri meg er ein góð mentunaruppliving, sama um tað er ein bók, filmur, sjónleikur ella okkurt annað, ein uppliving har kenslur mínar verða raktar og eg gloymi meg burtur. Tað sum tó stendur mær sterkast í minni er sjónleikurin "Krypilin úr Inishmaan" ein kenslunemandi uppliving. Eg kendi meg settan eini 30 ár aftur í tíðina og dugi væl at ímynda mær, at sjónleikurin var bygdur á lívið í eini føroyskari bygd um tað mundi. Persónarnir vóru allir kendir og eg kom at hugsað um fólk, eg næstan hevði gloymt høvdu verið til. Eg vóni tó ikki at hetta er ein søga í kundi verið skriva um eina føroyska bygd ídag. Útferðarlongsulin munnu flestu føroyingar kenna, og so hetta at tað er okkurt uttanífrá komandi í skal bjarga okkara lívsinnihaldi. Allur sjónleikurin var ein sonn sansauppliving, til tíðir føldi eg sjórokið í andlitinum, luktin av tara og olju og so hesin heilt serligi lukturin, sum er í fjørðuni aftaná brimgang. At verða til sjónleik á so høgum støði var heilt avgjørt ein stór uppliving. At síggja sjónleikin saman við allari familjuni gevur eina felags mynd, ið vit altíð fara at hava hjá okkum og vit kunnu tosað um somu persónar og ímynda okkum teir. Nú hostin hevur verið so ringur, kunnu vit jú lættliga ímynda okkum Halta-Billy. Hetta var ein framúr gjøgnumførdur sjónleikur - ein vælvirkandi eind. Ein góð uppliving at minnast aftur á, tá hugsað verður um mentan í árinum 2000. Augusta LYDIA DIDRIKSEN: Ein serlig skaldsøga Der Vorleser eftir Berhard Schlink Síðani eg kom í samband við týska málið - í realskúlanum fyri nærum tríati árum síðani - havi eg havt serligan tokka til týska skaldskapin. Í mínum hugaheimi býr okkurt serstakt í hesum skaldskapi, sum ikki er at finna í øðrum skaldskapi. Okkurt, sum tølir og dregur, og sum fær meg at undrast og tráa eftir størri innliti. Kanska botnar tað í teimum ógvusligu mátsetningunum í týsku søguni og mannasálini. Í november var eg í lestrarørindum í Lubeck í Týsklandi, og hoyrdi eg har bókina "Der Vorleser" nevnda. Bókin varð nevnd í samband við holocoust. Og satt at siga, so hugsaði eg, at tað orkaði eg ikki at lesa um. Ein leygarmorgun stóð eg í gongugøtuni í Lubeck. Tað var fyrst í november og langur leygardagur var. Fólk í túsundavís róku í gøtunum. Eg hevði varnast eitt lítið litfagurt skelti uppi yvir einum handli, Pressezentrum stóð á tí. Eg fór inn at forvitnast og fyri at sleppa undan fólkarúgvuni. Og bilsin gjørdist eg! Eg var komin inn í ein handil, sum seldi bøkur, fløgur, filmar og telduspøl. Tað var ikki ein vanligur handil í okkara mátistokki, men ein handil á stødd við alt SMS. Tú kundi ganga inni har í tímar! Og har rendi eg meg aftur í hesa vælsignaðu bók. Eg las tað, sum stóð aftan fyri á bókini, hugdi eftir prísinum og keypti hana. Tá ið eg kom heim til familjuna, sum eg búði hjá, vísti eg bókina fram. "Á nei, ikki hasa bókin!" segði tann unga konan, sum eg búði hjá. Eg spurdi hana so, um hon hevði lisið bókina. Jú, hon hevði lisið hana, og hon var bæði keðilig og forargilig! Og hon var ikki sørt øst, tá ið hon segði hetta! Eg undraðist, tí eg helt, at bókin ljóðaði spennandi. Sama kvøldið byrjaði eg at lesa bókina. Og um tað ikki var tað, at eg skuldi so tíðliga upp sunnumorgunin, so hevði eg ikki lagt bókina frá mær ta náttina, fyrrenn eg var liðug at lesa hana. Bókin er um ein 15-ára gamlan drong, Michael Berg, sum av tilvild hittir eina konu, Honnu Schmitz. Hon er farin um tey tríati, men hóast aldursmunin gerst sambandið teirra millum inniligt. Í loyndum hittast tey heima í íbúðini hjá henni. Men brádliga ein dag er Hanna horvin. Michael sær hana aftur - nógv ár seinni - í einum rættarsali, har hon situr á ákærubonkinum, og hann fylgir við rættarmálinum sum juralesandi. Hann skilir tá, at hon hevur dult eitt ræðuligt loyndarmál fyri honum. Hon fær lívlanga fongsulsrevsing, men teirra samband endar ikki har... Bókin er skrivað í 1. persóni og er ótrúliga stringent í forminum. Hon er lítillátin, lágmælt og einføld, men ongantíð banal ella sentimental. Hon tekur teg inn í síni rúm, gloppar hurðar og vísir tær loynikrókar og skot, men tú noyðist sjálv at royna at fóta tær og finna vegin út aftur. Tað eru ongar lættar loysnir á teimum moralsku og etisku spurningunum, sum hon setur tær! Rithøvundurin, Bernhard Schlink, sum hevur skrivað bókina, var føddur í Heidelberg í 1944 og er sjálvur juristur. Bókin er týdd til 29 ymisk mál og er vorðin ein metseljari um allan heim, og tað er púra óvanligt fyri eina týska bók. Hollywood hevur longu lagt seg á filmsrættindini, so helst gongur ikki drúgv tíð, áðrenn bókin verður at síggja sum filmur. Tú kanst klikka teg inn á www.diogenes.ch og lesa nærri um høvundan og bókina (har ber eisini til at keypa bókina, sum er góðar 200 blaðsíður, fyri DM 15,-). Og míni ráð eru: Les hana - tú gloymir hana ikki dagin eftir, at tú hevur lisið hana! Lydia HØGNI DJURHUUS: Í kirkju á Asoroyggjum Hóast eg plagi at skriva "ateistur", tá eg svari spurnarbløðum ella skrivi í gestabøkur, fari eg altíð í kirkju, tá eg eri í øðrum londum. Helst, tá eg eri í londum, har sum gudstænasturnar eru ikki so keðiligar sum í okkara kirkjum. Har sum gleði er í gleðiboðskapinum. Har sum lívið fyri deyðan eisini er til. Í summar var eg á Asoroyggjunum. Og eg helt tann góða ferðasiðin. Fór í kirkju. Ikki bara, tá messa var. Men eisini fyri at seta meg eina løtu. Hvønn dag, viðhvørt tvær ferðir um dagin. Tí í kirkjunum á Asoroyggjunum, teimum sum eg var í, var allan dagin kirkjusangur úr hátalarum, fløga ella band, tað veit eg ikki. Men júst so hart frá, at hann hoyrdist, uttan tó at órógva hini, sum vóru har í øðrum ørindum. Tað var líka gott fyri sálina sum at sita á vertshúsi at fara inn í hesa dularfullu hálvaskýming og ráligu luft, sum eru í aldargomlum, stórum rúmum, sum eingir ovnar eru í. Seti meg beint undir ein hátalara, lati aftur eyguni og lurti - lurti eftir hesum tølandi, dragandi sanginum. Hugvekjandi monotonur. Løtu seinni eri eg í miðøldini. Durvi kanska og droymi. Ein fullkomin friður mitt í býnum við sínum bilum og motorsúkklum. Tá eg komi aftur, og lati upp eyguni í august 2000, stendur hon har eitt sindur innari og biður, haldi eg. Kolasvart sítt hár og kritahvítar, sera trongar buksur. Guds fullkomna skapanarverk. Ein eingil? Nei, hon hevur ongar veingir. Eg fari út, fram við gomlu, svørtu konuni, sum biddar á kirkjutrappuni, út í náðileysa sólarljósið, á vertshús og biði um ein Absint, hendan eitraða ljósagrøna løgin, sum Baudelaire og teir drukku, tá teir drukku seg í hel. Oyruni og eyguni full av undrinum í kirkjuni. Mentan - ja, eitt slag. Høgni TURIÐ D. HENTZE: filmurin "Festen" í Sjónvarpinum: "Festen" hjá Søren Vinterberg haldi eg man vera tann filmur sum best hevur fest seg. Eg sá hann í SvF fyrr í ár. Hesin filmur var fantastiskur. Drama fram um alt. Júst sum eg lenaði meg afturá í sofuni aftaná spennandi løtuna, tá sonurin undir borðhaldinum hevði ákært pápan fyri siðamisbort, og veitslufólkið royndi at gloyma og skava útyvir við tosi um skjaldbøkusúpan og sós, var eg aftur tikin á bóli. Tí tá sonurin reisti seg aðru ferð, var eg mentalt fyrireikað til, at nú fór sonurin at bera í bøtuflaka - og hann gjørdi júst tað øvugta. Drama má sigast. Og sonurin reisti seg triðju ferð. Drama uttan líka á henda hátt at verða álopin, tá tú minst væntar tað - við paradunum niðri. Og so við einum so viðkomandi evni sum siðamisbroti. Filmurin var eisini skemtiligur og samstundis álvarsamur og segði ikki so lítið um okkum menniskju, okkara lívslygnir og maskur og royndir at halda okkum flótandi omaná, summi hægri í vatninum enn onnur. Dramatisk realisma. Mær dámar best filmar sum minna um dagligdagin. Turið JÓNHEÐIN H. TRÓNDHEIM: Rótin í mentanini ella mentanin í rótini Árið var ikki meira enn ein gótt sekund gamalt, tá eg og nøkur saman við mær, fingu ársins karm uppi í kirkjubøhaganum, har vit høvdu leitað okkum fyri at síggja fýrverkið. Tað sóu vit forrestin einki til vegna illveðrið. Tað er nakað, eg fari at minnast restina av lívinum. Fløgan hjá norska bólkinum a-ha Minor Earth Major Sky havi eg fest meg við, tí eg má siga, at hon var nogv betri enn eg nakrantíð hevði torað at ímyndað mær. Ok, sjálvandi eisini fløgan hjá U2, men tað er líkasum nakað, eg eigi at halda, so tað telur ikki heilt við. Eg veit ikki, um tað at stjala røtur telur við sum mentan, men tað er ið hvussu er ein heilt serlig mentan, sum fullkomiliga er farin. Hesa gomlu tjóðsvættamentan havi eg í hetta ár blást lív aftur í, ið hvussu er fyri meg og ein vinmann. Vit vóru farnir ein gongutúr, eg og vinmaðurin Janus Mohr framvið Sandánni frá Havnadali og oman í Sandágerð. Komnir hálvan veg oman rendu vit okkum í eitt rótakál, sum lá so pent har og lokkaði. Gomul minnir og smakkurin kom aftur í munnin, og eg orkaði ikki at standa ímóti, mátti synda. Vinmaðurin bar seg undan, tí hann var ikki so vælbevandraður í ránsmentanini, so hann var standandi á hinum áarbakkanum, meðan eg fór sníkjandi inn í rótakálið at stjala. Eg valdi mær eina lítla men vakra rót, sum eg minnist plagdu at smakka sera væl. Rótin varð flust og etin, og tástani mintist eg, hví vit plagdu at stjala røtur. Stolin frukt smakkar heilt einfalt best. Meðan eg 34 ára gamal og vinmaðurin Janus 62 ára gamal standa og gumla hesa stolnu frukt, síggja vit, at eigarin hyggur eftir okkum. Hann hevur ivaleyst rist á høvdinum eftir míni ússaligu ránsferð, men kortini bleiv hetta ársing upplivilsi. Ok, so má eg eisini siga, at tað frøddi meg óendaliga nógv, at Ingálvur á Reyni at enda fekk ein evarska lítlan part av tí virðing, sum hann hevur uppiborið. So sanniliga bleiv hetta eitt gott ár. Jónheðin JÓGVAN ARGE: Morgunmatur og steypafinalur Nú veit eg ikki, hvat tú meinar við, tá tú sigur mentan. Men Heðin Mortensen plagar at siga, at ítróttur er eisini mentan, so eg royni meg við eini uppliving á tí økinum. Tvær ferðir havi eg verið til steypafinalur í Íslandi. Fyrru ferð í 1998, tá Leiftur á Ólafsfirði spældi móti ÍBV úr Vestmannaoyggjunum. Seinnu ferð í september 2000, tá ÍA av Akranesi spældi móti sama ÍBV. Báðir dystirnir fóru fram í miklum rómi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Fóru mannsterk avstað í 1998. Vóru ikki meir enn komin inn á sjómansheimið Ørkina, tá systkinabarnið hjá mammu, Kollbein Ólafsson, stóð í durinum. Hann er úr Oyggjunum og var eins og vit komin til Reykjavíkar til steypafinalu. Vit vóru í hvør sínum parti, men avrátt varð, at vit skuldu hittast til morgunmatar sunnumorgunin, áðrenn farið varð til dyst. Hetta fekst í lag, og vit høvdu eina hugnaliga løta inni hjá trímenninginum Kollbrún í Bergstaðarstræti. Í ár fór eg einsamallur til steypafinalu. Ringdi leygarkvøld til Kollbrún og spurdi, um pápin var komin. Jú, hann var til dystin fús. Eg segði bara frá, at klokkan 10.30 morgunin eftir kom eg til finalumorgunmat eins og seinast. Hetta var væl móttikið. Klokkan 10 var versonur Kollbein eftir mær, og í Bergstaðarstræti tóku vit prátið upp aftur har, sum vit sleptu fyri tveimum árum síðani. Jú, Kollbein ætlaði sær til dystin. Hetta var heimalið hansara og sonur hansara var liðleiðari hjá ÍBV, so her mátti stuðlast. Dóttirin fór kanska til dystin. Versonurin fór ikki, tí ÍBV tapti altíð, tá hann var á vøllinum, og Mary, kona Kollbein, fór heldur í kirkju. Hon toldi ikki hesar dystirnar. Tað stóð ov nógv á sær. ÍBV vann í 1998, men í 2000 vann Akranes. Akurnesingar buðu mær eftir dystin inn undir áskoðaraplássini at bíða. Tá kemur ein lágvaksin, ljóshærdur, nýbrúsaður maður yvir at heilsa. Jú, hetta er trímenningurin Valgerður, liðleiðarin hjá ÍBV. Hann hevði, av góðum grundum, ikki havt stundir at koma til morgunmatin í morgun. Men til lukku við sigrinum, segði hann. Spell, at vit ikki vunnu. Tað verður kanska betur eina aðra ferð. So skundaði hann sær út í bussin hjá ÍBV, sum skuldi koyra teir til Tórlákshafnar, meðan vit fóru í bussin hjá ÍA, sum á veg til stóra móttøku á torginum á Akranesi steðgaði við eina ølstovu í Mosfellsbæ. Har byrjaði ballið, nú ársins díðsti dystur var frá hondini við góðum úrsliti. Jógvan MEINHARD JENSEN: Dylan í uppvaskinum 2000 var eitt langt ár, ríkari til film enn tónleik. Nógv var gott, og sumt einastandandi, men onki var so framúrskarandi, sum tað hevur verið onnur ár. Í 87 var eg á Duran Duran konsert. Hon var best, til eg í 93 sá U2. Í 96 var tað Van Morrison, árið eftir aftur U2. Fyrraárið hoyrdi eg Dylan í Forum og í fjør var tað King's X í Vega. Tey árini var lítið at ivast í, hvat var fremsta uppliving í sambandi við list og mentan, men í 2000 veit eg ikki. Teir góðu bólkarnar í ár havi eg hoyrt fyrr, og allir vóru betri tá. Eg hoyrdi Seamus Heaney lesa yrkingar í Glyptotekinum í summar og sá saman við konu og vinum Andy Warhol málningar í Louisiana. Tann dagurin hevði nógv fram um aðrar, men Warhol átti bara part í tí. Tíðliga í heyst gingu nógvir góðir filmar niðri, m.a. Dancer in the Dark og Wonder Boys, og teir vóru filmsupplivingar av teimum betru. Í septembur sá eg Godfather trilogiina. Eg hevði gott ljóð og góðan frið, so filmurin slapp at taka meg við sær. Tað var absolutt besta videofilmsuppliving. Hvat er ein uppliving? Hon sansast inniliga í núinum, men gerst síðani eitt minni. Minnið hevur ikki sama bit sum upplivingin. Besta tónleikauppliving í 2000, tori eg at siga, var ein dagin tíðliga í summar í eini íbúð á Bispebjerg. Eg skuldi vaska upp og lænti mær ein discman afturvið. Best of II hjá Dylan var nýggj, og har var ein eyka fløga í við tveimum sangum á. Annar sangurin var Highlands, sum upprunaliga er av Time out of Mind frá 1997. Lagið er meira enn sekstan minuttir og ljóðar kanska ikki nógv fyri verðini. Tá eg hevði hoyrt sangin ofta, ofta, vaks søgan í huganum, og hesin túrurin, Dylan gongur gjøgnum tekstin og tónleikin, gjørdist mera livandi hvørjaferð. Hann gongur úti á vegnum, fer inn á eina restaurant, tosar við servitrisuna og fer síðani útaftur. Gongur gjøgnum eina park, sær ung fólk í sprøklutum klæðum, tosar við seg sjálvan. Í niðurløgunum sigur hann, at hjartað er í hálendinum, og har fer hann einaferð. Men nú, nú er hann ein eygleiðari, gamal og troyttur, alt eru fjart, og honum leingist niðan á hæddirnar. Eg stardi niður í uppvaskið og hoyrdi fyrstu ferð Dylan siga hesa søguna í live-høpi. Tað ber mær illa til at greina tað. Søgan var nærverandi og viðkomandi, ljóðið var feskt, og eg skilti aftur, hví mær dámar so væl Bob Dylan. Tað er blues fyri hjartað, men eisini meir enn tað. Tað eru rútmur til likamið. Men eisini ein søga til tann partin av okkum, sum hoyrir søgur. Ein dámur av einum rúmi og tveimum fólkum, sum tosa. Ein maður gongur úti og ynskir sær ein síðan leðurfrakka. Og tað eru súmbol, sum gerast størri við tíðini. Eitt hartkókað egg og servitrisan, sum er gerandislig og mystisk. Higlands er landslagið úr gomlum skotskum kvæðum, men tað er eisini andaligu hæddirnar og landið hinumegin. Og løtan fer og er farin, og tú misunnir tær sjálvum eina so fullkomna tónleikauppliving. Hesar løtur skulu helst til, ikki bara fyri at koma gjøgnum uppvaskið, men eisini fyri at fata lívið betur og tulka vónina, sum stendur í tíðini, men rættir seg inn í himmalin. Tað ber ikki til at uppliva aftureftir, men saman við analýsuni og minninum ber til at venda aftur til listarverkið og fáa tað at vaksa. Í 66 sang Dylan um the Sad-eyed Lady of the Lowlands. Um hesa kvinnuna, sum hevði so nógv ting, men var so døpur. Nú syngur Dylan um hendan mannin, sum er so fremmandur í býnum og bara leingist til the Highlands. Afturljóðið frá 66 undirstrikast við "I've got new eyes / Everything looks far away." Servitrisan er kanska gentan frá 66, tí hann sigur, tá hon biður seg tekna seg, "I don't do sketches from memory." Men sjálvur er hann fremmandagjørdur frá henni. Hann snýkir seg út á gøtuna, meðan servitrisan fer út í køkin. Og eg vaski upp. "The party is over / And there is less and less to say." HEÐIN ARGE: Tom Jones í Valby-høllini Mín besta mentunarliga uppliving í ár, var í Valby høllini í Kongens Kjøbenhavn. Har stóð hann so, tann ultimativi buksiknapp-charmørurin; Sexbumban Tom Jones úr Wales. Hálvt ár frammanundan, hevði seinasta verk hansara sæð dagsins ljós á ógvusliga boblandi bretska plátumarknaðinum. Bilsin gjørdist eg, tí hvussu kann ein 59 ára gamal croonari, sláa eitt sovorði plettskot hjá unga bretanum? "Reload" var millum mest seljandi fløgurnar í fleiri mánaðir. Tað er annars ein spurningur, sum er lættur at svara: Tom Jones hevur nakað, sum eingin annar hevur havt síðani Elvis. Hann hevur rødd, karisma, útstráling og so hitt, man ikki kann seta orð á. Eingin Robbie Williams, Mick Hucknall, James Dean Bradfield ella Lenny Kravitz kemur uppá knøðini á honum. Og gloym ikki hvussu gamal hann er. Inni í Valby-høllini runnu mínir tankar aftur til 1994 í Berlin, har Tom var vertur fyri MTV European Music Awards, tá ið hann framførdi sín tá spildurnýggja sang, "If I Only Knew" og fekk allan tann europeiska ungdómin at swinga afturvið. Aldurin á okkum 3500 fjepparum, var frá 15 og líka upp til 65. Ikki eitt bein stóð stilt og ikki eitt eyga var turt, tá núlivandi "Kongurin" borðreiddi við Delilah, Green Green Grass Of Home, She's A Lady, Kiss og allar teir nýggju. Skemtiligt var at síggja eldra ættarliðið dansa uppí á stólunum. Øgiliga røddin náddi sum einki heilt aftur til aftastu stólarnar. Tey obligatorisku pløggini vóru skift út, eftir ynski frá manninum sjálvum, við reyðum rósum. Og sum eitt kavarok, komu tær flúgvandi sum uppá komando. Tom prógvaði at hann framvegis hevur klassa. Hann er í flokki fyri seg. Eitt eindømi. Eg hevði eina mentunarliga uppliving fyri lívið í Valby-høllini í apríl mánaða í ár. Thank You Mr. Jones. Heðin ELIN HEINESEN: Madonna var best Besta fløgan í ár var eftir mínum tykki júst tann, sum MTV-síggjararnir káraðu sum ta bestu - og væl uppiborið eisini! - Madonnu'sa nýggjasta fløga "Music". Aftur einaferð hevur Madonna megnað at gera eina fløgu við lokkandi, insiterandi tónleiki, sum sníkir seg inn í oyrageingirnar og víðari inn í rútmusentrið, so tú ikki kanst annað enn geva teg yvir og dansa við. Hetta er hennara besta fløga til dato! Madonna megnar enn at seta dagsordan og vera 'cutting edge state of the art' ikki bara hvat viðvíkur tónleiki, men hevur henda dáman avgjørt, at nú skulu cowboyhattar og -klæði og western-dansur vera hipt, jamen, so ER tað tað. Tað setur eingin spurnartekin við! Tað, sum Madonna sigur er lóg, í hvussu er tá tað snýr seg um tað, ið er smart. Tíbetur havi eg heldur einki ímóti, at júst ein sum hon er framgangskvinna. Vit báðar eru javngamlar og eg havi fylgt hennara undrunarverda virksemi í mong harrans ár. Madonna leggur eina æru í at vera, sum hon sjálv sigur, ein 'bitch'! Hon er sterk og letur seg ikki knúlva av nøkrum. Hon hevur allatíðina megnað at ferðast á markinum, fornýggja sítt úttrykk og sín tónleik, soleiðis at hann fellir væl í tíðarinnar oyru - eisini hjá teimum heilt ungu. Hóast hon er komin upp í ein aldur, har flest onnur setast aftur og ikki tíma longur at vera kreativir pionerar, tí tey kenna seg ov gomul, so koyrir hon á - meira avhildin enn nakrantíð. Tað má man taka (cowboy)hattin av fyri! Eg havi júst notið at upplivað hennara seinastu livekonsert í London inni á http://www.msn.dk/madonna.asp - farið inn og fáið sjón fyri søgn. Elin RAKEL HELMSDAL: Mentanarhittið ár 2000 Vildi ynskt, at tað ikki var í ár eg varð spurd um hetta. Har hevur satt at siga ikki verið so nógv mentanarligt í ár, sum hevur fingið meg upp at flagsa. Ikki tí, okkurt man vera farið framvið, og nógv var, sum var fínt, men har var kortini onki sum rakti meg so, at eg stóð eftir andaleys og undrandi, sum stórar mentanarupplivingar eiga at gera. Onki har eg hugsaði: "Hatta má eg síggja/hoyra/lesa aftur og aftur og aftur...." Men eitt hevur kortini glett meg á mentanarøkinum her heima, og tað er nakað sum júst er hent. Tvær ævintýrskaldsøgur eru komnar á føroyskum og ein er ávegis. Sum stórbrúkari av júst hesum slagi av skaldsøgum, kann eg ikki annað enn at frøða meg um, at altjóða Harry Potter er komin til landið í góðari umseting og at okkara egni Anfinnur í Skála hevur faldað seg út við einum stórum ævintýri í tveimum bindum. Harry Potter er sagt so nógv um, at eg næstan ikki hætti mær at siga meira, so hóast eg ikki haldi, at bøkurnar eru so nógv betur enn aðrar av sínum slagi, so var eg kortini alla summafrítíðina so uppslúkt av teimum, at eg fyri fyrst ferð í lívinum bleiv ordiliga sólbrend. Fekk meg heilt einfalt ikki til at vika meg frá mínum teppi í urtagarðinum í europeisku hásummarsólini. Hvørki badminton ella gott vín kundu kappast við mínar upplivingar saman við Harry og teimum á gandaskúlanum. Søgan um Heimin Forna eri eg enn ikki liðug at lesa, men hevði eg havt summarfrí, so hevði eg heldur ikki slept henni, og onkra nátt er klokkan blivin minst tvey, áðrenn svøvnurin hevur tikið ræði á søguni. Søgan er væl gjørd og ævintýrverðin heilstoypt og kann fult standa mát við aðrar slíkar søgur. Nakað ummæli skal eg ikki geva nú, men vil bara enn einaferð undirstrika, at tað týdningarmesta er at duga at siga eina góða søgu. Størri uppliving kanst tú ikki geva nøkrum enn at bera tey burtur í ein annan heim so væl, at tey eina løtu gloyma bæði tíð og stað og allan gerandishurlivasan. Ein góð søga, sum tú lesir ella hoyrir, er nógv meira enn filmur og aðrir visuellir miðlar, tí tú gert tær tínar egnu sansaupplivingar, sum tí verða eftir í huga tínum langt, langt eftir at søgan er av. Tú hevur smakka eina aðra verð. Rakel Spírin verður lagdur í barnaárunum SAMRØÐA. - Tá tú skrivar, verður tú meira opin fyri øllum, sigur Sólrun Michelsen. Tú sært og hoyrir og leggur tær í geyma á ein annan hátt enn áður. Tú fært inspiratión av øllum uttanum teg. Einki er so spennandi sum veruliga lívið Birgir Kruse Sólrun, hvat er títt dagliga yrki? Eg eri fyrisitingarleiðari á eini heilsølu í Havn. ...men tó so, tú hevur eisini skrivað? Ja. Eg byrjaði seint at skriva, men seinastu sjey-átta árini havi eg skriva nógv. Hvussu nógvar bøkur hevur tú skrivað higartil? Eg havi skrivað tríggjar bøkur. Hin fyrsta Argjafrensar kom út í 1994. Hetta er ein bók um barnaár míni á Argjum, sum tá var ein lítil bygd. Sum barn hevði eg lítið og einki við stórbýin Havnina at gera. Vit spældu í fjøru, bøi og haga, og vit kundu eisini spæla á vegnum, tí har var so gott sum eingin ferðsla. Bussóli kom einar tvær ferðir um dagin. So bardust vit um at hanga afturúr so langt vit orkaðu at renna. Annars var bara skipasmiðjubilurin, og so onkur, sum viltist út hagar. Tann næsta bókin Útiløgukattar tekur við, har hin fyrra endar. Hon er meira ein ungdómsbók, sum viðger evni at flyta úr bygdasliga, trygga umhvørvinum í býin, har alt er eitt sindur øðrvísi. Triðja bókin Hin útvaldi er reint hugflog. Hetta er ein ævintýrkend søga fyri størri børn. Er nøkur nýggj bók í umbúnað? Ja. Eg eri við at leggja seinastu hond á framhald av Hin útvaldi. Hvør var fyrsti tekstur, tú minnist teg hava skrivað? Beiggi mín og eg plagdu at skriva trølla- og spøkilsissøgur. So skuldi pápi gera av, hvør teirra var meira óhugnalig, men hann dømdi altíð so, at báðar vóru góðar hvør á sín hátt, so vit vóru ongantíð heilt nøgd við dómin. Annars minnist eg, at fyrsti tekstur, eg skrivaði av álvara, var í fyrsta millum, tá lærari okkara bað okkum skriva eina yrking. Vit vóru ellivu-tólv ára gomul. Hann segði, at øll dugdu at yrkja, løgdu tey í. Vit sveittaðu og bitu í blýantin. So savnaði hann úrslitini inn og settist at lesa. Hann risti við høvdinum og smíltist, men so reistist hann og segði -Her er ein góð, og so las hann mína upp. Nú summarsólin skínur og lýggjur vindur kínur mær um kinnar reyð, nú vaksa vakrar blómur og fagur fuglaljómur nú ljóðar um hvønn heyg. Hini í flokkinum mundu skrædna, sum tey flentu, men eg ynskti meg undir gólvið. Hevur tú nakrantíð seinni roynt teg við yrkingum, skaldskapi í bundnum máli? Ja. Eitt sindur. Onkur yrking hevur staðið í einumhvørjum tíðarriti. Eisini sendi eg inn til kappingina um ólavsøkukantatu fyrr í ár. Annars havi eg skrivað nógvar barnayrkingar. Kanst tú greiða frá hvat tað var, sum fekk teg at skriva og heldur teg til pennin enn tann dag ídag? Nei. Eg kann ikki rættiliga finna út av, hví eg ikki byrjaði at skriva fyrr enn nú á gamalsaldrinum. Kanska havi eg haft ov nógv um oyrini. Nú havi eg eitt sindur betri tíð, og so er trongdin at skriva helst komin út millum rivjabeinini. Tað kom heldur óvart á meg. Eg skrivaði tær fyrstu smásøgurnar, sum endaðu sum Argjafrensar, til stuttleika, men tað var sum at seta hol á eitt ella annað. Eg fekk ikki afturhald. Eg eri heilt vís í, at eg ikki gevist at skriva, so leingi eg havi lív og heilsuna. Tú ert kvinna og nógv tær flestu skaldsøgur, sum út eru komnar á føroyskum í langa tíð eru skrivaðar av kvinnum. Hví man tað vera? Nakra forkláring? Nei. Tað fari eg ikki at gera meg klóka uppá. Men kanska eru menninir so fittir, at teir siga sum so, at nú hava teir átt pallin so leingi, at teir vilja geva okkum ein møguleika at innheinta teir, áðrenn teir byrja aftur. Hvør veit? Tú hevur verið á skriviskeið, bæði herheima og í Danmark. Tað at skriva, er tað nakað ein kann læra? Nei. Tú kanst ikki læra at skriva eina spennandi søgu , hevur tú ikki evnini at siga søguna. Tú kanst læra nógv um teknik, og hvussu tú skalt bera teg at í ymiskum føri, soleiðis at søgan kemur í betri rammu. Tú lærir alla tíðina okkurt, sum tú kannst taka til tín. Tað, sum eg haldi hevur størri týdning, er at vera saman við øðrum við somu áhugamálum. Tað er ótrúliga gevandi at kunna útveksla tekstir í einum forum, har fólk hava skil fyri slíkum. Tað, ikki at vera bangin fyri at leggja tað, tú hevur arbeitt við, fram til kritikk. Tú lærir ikki bara av tí, ið verður sagt um títt egna, men sanniliga eisini av tí, ið verður sagt um arbeiðið hjá hinum. Tað er ofta einsamalt at sita og skriva. Tú starir teg blinda og kemur ikki longur. Eg havi verið á fleiri háskúlum í Danmark á styttri skriviskeiðum. Tað seinasta var á Askov Folkehøjskole næstseinasta vetur. Har var eg í sjey vikur. Styrkin við at vera á staðnum so leingi er, at tær ikki nýtist at hugsa um annað. Tú kannst dýpa teg í tí at skriva. Ganga í øðrum tonkum í fleiri vikur. Herligt. Har fekk eg hugskotið til seinastu bókina. Lærarin gav okkum nakrar myndir, har vit skuldu velja eina og so skriva eina søgu. Nú í heyst havi eg verið á einum skriviskeiði á Føroya Fólkaháskúla. Skeiðið vardi eisini sjey vikur, tvey kvøld um vikuna. Hetta var eisini eitt óført tiltak. Vit kundu hugsað okkum at hildið fram allan vetur.Tað er gott at síggja onnur sum skriva og læra tey at kenna. Eisini verður tú bend á góðar bókmentir, ið minna um tað, tú skrivar, og rithøvundar, tú ikki kennir so væl. Tað einasta ringa við hesum skeiðnum var, at tá eg endiliga kom heim um ellivutíðina, var høvdið fult av hugskotum, og eg hevði bara hug at skriva. Men tá eg skrivi, hvørvur tíðin, og tá ein nú skal upp aftur klokkan sjey til ein strævnan arbeiðsdag.. Skuldu vit kanska havt ein meiri ella minni fastan skriviverkstað ella skriviskúla herheima? Ja. Tað meini eg so avgjørt. Tað hevði gjørt tað at skriva meira vanligt og sjónligt. Tá høvdu fleiri ung helst eisini komi við. Tá tú skrivar, hvussu er framferðarhátturin? Hvat gert tú fyrst og so næst o. s. fr. ella kemur alt til tín beinanvegin og tú skrivar bara...? Skapar tú persónarnar og sært teir fyri tær ella hvussu? Er tað ein yrking, kemur hon, tá eg eri í tí lagnum. Bøkurnar skrivi eg úr enda í annan, so at eg havi beinagrindina fyrst. Síðan byrji eg at gera persónarnar meira livandi og geri søguna meira heilskapaða. Stuttsøgur verða oftast settar í gongd av einum orði ella setningi, eg hoyri. So mala tær í høvdinum eina tíð, til tær koma niður á pappírið, ella inn á skermin, skuldi eg heldur sagt. Er nakar serligur stílur, nakað serligt rák, ella huglag, sum tú leggur teg eftir, tá tú skapar eitt "univers" í tínum søgum? Nei. Tað kann eg ikki siga. Eg eri so nýggj í hesum høpi, at tað rekur úr øllum ættum. Hava myndir og tekningar týdning; krevja tekstirnir at halla seg afturat illustratiónum? Nei. Tað haldi eg ikki. Í hvussu so er ikki fyri skrivingina, men kanska fyri lesaran. Eg havi allar myndirnar inni í høvdinum, og tað kann sjálvandi gerast ein trupulleiki, tá onkur skal tekna til tað, eg havi skrivað. Eg minnist fyrstu ferð, eg sá myndirnar til eina stuttsøgu, eg hevði skrivað. Tá fekk eg ein skelk. Eg hevði als ikki ímyndað mær, at eg longu hevði gjørt mær so fastar myndir av øllum. Tá tú skrivar skaldskap - fiktivar tekstir - tekur tú tá inspiratión í veruliga lívinum og kanska barnaminnum? Eg byrjaði við at skriva út frá mínum egnu barnaminnum. Tað er helst ikki so óvanligt, men spakuliga skrivar tú teg burtur úr tí, og nú taki eg ofta bara eitt sindur av onkrum veruligum, og so er restin fiktiv. Tá tú skrivar, verður tú meira opin fyri øllum. Tú sært og hoyrir og leggur tær í geyma á ein annan hátt enn áður. Tú fært inspiratión av øllum uttanum teg. Einki er so spennandi sum veruliga lívið. Serliga tá tú ikki ert bundin, men kann ferðast, sum tær lystir í hugaheiminum. Ofta støkki eg upp, tá eg eri um at sovna, tá eitt gott hugskot kemur framvið og má skrivast niður. Hevur tú nakrantíð hugsa um hvørt man gongur ov nær ella okkort sovorið? At onkur kan blíva "hongdur út"? Og um so er, hvussu kann ein sovorðin trupulleiki loysast í einum lítlum samfelag sum okkara? Ella er tað eingin trupulleiki? Ja. Tað slepst ikki undan, tá tú býrt í einum so lítlum samfelag. Eg havi mangan iðra meg um, at eg ikki slapp at skriva tað, eg vildi. Alt má ansast eftir. Og ert tú erligur og sigur alt, sum tað er, so gert tú øðrum ónáðir. So kann vera, at tú fært viðurkenning fyri tað, men hon kann eisini keypast ov dýrt. Eg veit ikki. Tað má vera upp til hvønn einstakan, hvussu fram skal farast. Eg haldi ikki, at har er nøkur løtt loysn. Tað kann eisini gerast ein avbjóðing at koma tætt uppá uttan tó at raka. Fróðskaparsetrið hevur í ár lýst við kapping um hvørjar bøkur vóru í tykkara heimi. Altso í barnaárunum. Hvørjar bøkur minnist tú frá barnaárunum? Pápi átti nógvar bøkur. Tað var hansara stóri áhugi. Eg minnist bøkurnar hjá William Heinesen, sum eg las, tá eg var tíggju. Eg helt tær vera so tungar og keðiligar, men eg las alt. Hetta gjørdi, at eg ikki las William aftur, fyrr enn eg var farin væl um tey tríati, men tá dámdi mær betur. Pápi keypti alt, sum kom út á føroyskum, umframt annað. Heðin Brú hevði eg serligan tokka til. Men mest spennandi bókin stóð á ovastu hyll. Har kluvu eg og beiggi mín upp, tá eingin var inni. Bókin var skrivað av einum yvirlækna og hevði heitið: >>Det fuldkomne ægteskab<<. Har vóru tekningar av monnum og kvinnum og fráfreiðingar um, hvussu ymisk tey vóru. Tá hildu vit, at hetta var óføra frekt og spennandi. Vit stavaðu okkum fram til tey ymisku heitini á latíni og gingu so og søgdu hesi orðini hart, til mamma fekk steðga okkum. Eg kom fram á hesa bókini nú ein dagin, og tá mátti eg flenna. Jú verðin er nógv broytt síðan fimmtiárini. Er tað umráðandi, at børn vaksa upp í bókmentunarliga ríkum umhvørvi? Hvat heldur tú? Ja. Tað haldi eg avgjørt. Spírin til alt verður lagdur í barnaárunum. Heima sat pápi altíð við eini bók, tá hann kom heim úr arbeiði. Ofta las hann kvæðabøkur, og tá hann kom til okkurt spennandi, kvað hann nøkur ørindi hart og segði okkum søguna um Brúsajøkil og annað gott. Eisini minnist eg sum nakað serligt, tá hann kom heim við Glugganum. Mamma las, tá hon hevði onkra lítla løtu, har hon kundi taka sær av løttum. Vit vóru fimm systkin, og tað mundi vera sjáldan, at ikki øll høvdu eina bók liggjandi, vit lósu í. Umframt bøkurnar hjá pápa, varð bókasavnið nógv nýtt. Næsta ár er Listahátíð Føroya fyri fyrstu ferð. Hvat hevði tú hugsað tær at sæð ella á ein hvønn hátt upplivað? Har haldi eg, at eg fari ikki at ynskja mær nakað, men bara gleða meg og bíða sum á jólum, har tú ikki mást vita, hvat er í pakkanum. Gleðilig jól og takk fyri prátið! Selmasongs ein filmsfløga Birgir Kruse >>Selma<< eitir Björk í filminum >>Dancer in the Dark<<. Tað er hon, Björk, sum hevur gjørt tónleikin til filmin, hon rópar Selmu-sangir. Síðsta vikuskiftið vann Björk virðisløn sum besti kvinnuligi filmsleikari í Evropa fyri henda leiklut. Eisini leikstjórin, Lars von Trier, varð heiðraður fyri sítt avrik í sama filmi. Ikki er hon long fløgan, lítið meir enn hálvan tíma. Skeringarnar eru 7 í tali. Lagt verður fyri við eini overturu. Strúkarar leggja støða, hetta er álvarsligt, tungt, lagnutungt. Men eins og í filmum Triers, skal søgan sigast. Náðileyst. Vit verða førd fram á leið og renna okkum í enn eitt lag av tónleiki. Tað elektroniska og samplaða legst afturat strúkarunum. Og nú kenna vit hana aftur. Hetta er ljóðverðin hjá Björk. So sum vit kenna hana frá eitt nú "Homogenic" í 1997. Men so eru ljóð, maskinur, klikk, brak og knekk. Og øll hesi ljóð verða tvinnað saman, sett í skipan og skorin til undurfullan tónleik. Fabriks-tónleik. Tónleikur arbeiðarans. Musical-traditiónin kagar fram, vit síggja fyri okkum "Sound of Music" og "East Side Story", meðan maskinurnar hakka og takka. Klikk klakk. Intenstiteturin tíðkast, alt er skorið heilt inn at beini og eftir er hin bera nektaða Björk, alias Selma, ið sigur "I've seen it all". Meðan sjónin viknar, droymir hon seg burtur. Til arbeiðis og heima. Og altíð fylgja ljóðini við, seta gongd á og skapa eitt gandakent umhvørvi, har alt gerst tónleikur. Sjálvt tá evsta løtan er komin og kvinnuligi fangavørðurin skal føra Selmu á skafottið. "Tel fetini" sigur hon. Og hetta gerst næstsíðsta skering. 107 vóru fetini, sum eisini er heitið. Á markinum til lagnutungan komikk og drívandi sentimentalitet, men eydnast hvørja ferð. Bæði filmur og fløga lýsa munin á list og skræpu. Tey, sum enn ikki hava sæð filmin og orka ikki at bíða til Listastevnuna í august at síggja hann í Havnar Bio, kunnu leggja fløguna í spælaran - og droyma seg burtur í klikkandi, tikkandi heiminum hjá Björk, ið framúr væl fylgir skilvísi Triers. "A blind man is a walking cinema", sum íslendski Friðrik Thór plagar at siga. Blunda og lurta. Meinhard Jensen ummælti filmin í síðsta Vikuskifti, tá hann fekk Felix-virðisløn sum besti filmur við besta kvinnuliga høvuðsleikara. Björk "Selmasongs" (Polydor 2000) Frælsi er ábyrgd POLITISK BÓK. Høgni Hoydal varaløgmaður gevur á forlagnum Sprotanum út savn av greinum og røðum, bæði nýggjar og frá tíðini innan hann fór uppí politikk. Fyrra bókin, hin danska "Myten om rigsfællesskabet" er samstundis útseld Birgir Kruse Hvat slag av bók er talan um? Hetta er eitt savn av greinum og røðum, sum eru valdar út, rættaðar og snøggaðar til útgávu og settar saman í eina bók. Er tað fyri at seta suverenitetin í perspektiv, at bókin nú verður givin út? Er siktið politiskt heldur enn bókmentunarligt? Ja, eitt av endamálunum er at seta fullveldisætlanina í søguligan, mentanarligan, búskaparligan og altjóða samanhang. Hetta er sjálvsagt eitt politiskt sikti og ikki eitt bókmentanarligt endamál í listarligari merking. Bókin er fyrst og fremst ein politisk bók við politiskum innihaldi - skrivað av einum politikara. Men eg haldi ikki, at politikur og mentan eru mótsetningar. Politikkur er jú ein týdningarmikil partur av okkara mentan. Og tey ávirka jú hvørt annað - politikkurin mentanina, og mentanin politikkin. Vit tosa jú eisini um bæði "mentanarpolitikk" og "politiska mentan". Tí hevur bókin eisini eitt bókmentunarligt endamál. Og fleiri røður eru, ið snúgva seg um viðurskifti, sum vit vanliga ikki bólkað undir politikk, men undir mentan. Eg var jú eisini landsstýrismaður við mentamálum eitt skifti. Tað týdningarmesta haldi eg vera, at bókin er erlig. At ein hugsjón og ein politisk gongd verður løgd opin út til lesaran at meta um við kritiskum eygað. Bókin kann geva bæði politiskum viðhaldsfólki, teimum ivandi og teimum, sum eru ósamd, høvi at viðgera og taka støðu til tilfarið. At finna mótsvar, hugsa um aðrar grundgevingar og um tættir, ið krevja nágreiniligari ella betri viðgerð. Vónandi eitt konstruktivt íkast til bæði tað politiska og tað mentanarliga kjakið. Nakað nýtt, sum ikki er hoyrt ella sætt áður? Jú, seinasta greinin er ein samanumtøka eftir samráðingarnar við donsku ríkisstjórnina, sum ikki er prentað áður. Heilt feskt. Er nakað eyðkenni við røðunum, nakar afturvendandi táttur? Ja, tann gjøgnumgangandi tátturin er - sum heitið sigur - frælsi og ábyrgd. Um tørvin á og grundgevingarnar fyri, at føroyska tjóðin eigur at taka fulla ábyrgd av sínum landi og øllum samfelagsins viðurskiftum. Sjálvsagt greinir og røður um sjálvt fullveldismálið, men eisini í stóran mun dagsins politikk: Um sosial viðurskifti, pensiónir, vinnupolitikk, økismenning, fíggjar- og búskaparpolitikk, útbúgvingarpolitikk og so framvegis. Um mentanarlig og søgulig viðurskifti, og nakrar um leiklut Føroya í einum heimi í broyting. Men hóast evnini eru ymisk, er tann grundleggjandi hugsjónin tann sama: Vit skulu gerast ein frælsi tjóð, og taka fulla ábyrgd. Eru tær - røðurnar - hildnar við ávís afturvendandi ella á nakran hátt líknandi høvi? Greinirnar hava nógvar verið prentaðar í bløðunum. Røðurnar eru hildnar við ymisk og eisini afturvendandi høvi, jú. T.d. eru nakrar frá 14. september-haldum, flaggdagshaldum, onkur frá 1. mai, eins og røður frá ymsum summarstevnum og fundum: ólavsøku, vestanstevnu, fólkafundi á Slættaratindi, Ítróttarstevnu heima á Sandi, fólkafundi í Fugloy o.a. Nakrar røður eru frá politiskum fundum og kvøldsetum kring landið, og nakrar á Løgtingi, tá stórmál hava verið til viðgerðar. Eisini eru norðurlendskar røður við. Hvussu umfatandi verður bókin? Góðar 60 greinar og røður eru valdar, sum eru skrivaðar og hildnar í tíðarskeiðnum frá 1994 til 2000. Her eru altso greinar, sum eru skrivaðar, áðrenn eg fór upp í politikk. Tí skuldi eisini borið til hjá lesaranum at sæð ein samanhang í hugsanum og ætlanum - og eisini endurskoðanir av møguleikum.Í vavi er bókin knappar 300 síður til støddar við einum inngangi um hugsjónina, sum allir tekstirnir byggja á, og um samanhangin millum frælsi og ábyrgd. Hvussu hevur gingist við fyrru bókin "Myten om rigsfællesskabet"? Eg vónaði, at eg við bókini fór at fáa danskar politikarar, blaðmenn og onnur at seta seg eitt sindur inn í grundarlagið undir føroysku sjálvstýrisrørsluni og føroysk viðurskifti sum heild. Hetta haldi eg lutvíst hevur eydnast. Danska forlagið sum gav hana út hevur júst sagt mær, at fyrsta útgáva er útseld, og at tey fara at prenta annað upplag nú. Bókin fekk merkiliga góð ummælir í øllum donskum bløðum, og eg havi fingið sera nógvar positivar afturmeldingar frá lesarum. Ikki bara úr Danmark, men úr øllum Norðurlondum. Kemur ein føroysk útgáva av hesi bók? Ein føroysk bók hevði sjálvsagt havt eitt nakað øðrvísi innihald, tí danska bókin varð skrivað til fólk, ið lítið og onki kenna til Føroyar. Havi tó als ikki havt stundir at gera hetta enn. Tað var júst um jóltíðir, at tú arbeiddi við donsku bókini; hvussu gekst? Eg kom nærum í rasshaft av teirri útgávuni um jóltíðir í fjør. Hevði lovað forlagnum at hava handritið liðugt í januar, men tá leið móti jólum hevði framvegis ikki borið til at sett stundir av til tað. Úrslitið varð, at eg millum jóla og nýggjárs og nakrar vikur í januar skrivaði at kalla hvørja nátt. Í fleiri vikur var svøvnurin ikki annað enn fugladúrar. Tað var ein rættiliga harður umgangur. Tílíkt ber bert til, tí at konan og børnini eru so tolin og deilig. Hvussu hava stundir verið aftur at seta eina nýggja bók saman, samstundis sum tú ert varaløgmaður og hevur hópin av uppgávum at síggja til - og jólini nærkast í hvørjum? Eg havi eftirhondini vant meg til at hava ein sera langan arbeiðsdag. At tað ber til er fyrst og fremst konu og børnum mínum fyri at takka. Uttan teirra stuðul hevði eg verið púra fyri ongum. Tí er bókin eisini ognað henni og børnunum. Tann stóri stuðulin frá familju míni er fortreytin fyri øllum tí, eg geri. Men eg havi framvegis onga feriu havt síðani eg gjørdist landsstýrismaður, so eg hevði ikki klárað at farið undir at skriva ein bók av nýggjum einaferð enn. Men hesaferð hevur teldutøknin og hjálp frá dugnaligum fólki gjørt tað møguligt. Her er talan um tekstir, ið sjálvsagt hava kravt sína tíð, tá teir eru skrivaðir - men síðani liggja teir jú á telduni. Og so trýstir tú bara á "prent"? Nærum, tí tá Jonhard Mikkelsen á Sprotanum heitti á meg um at savna tilfar til eitt greina- og røðusavn, kravdist fyrst og fremst, at eg fann tilfarið fram á telduni og tók tað frægasta burturúr. Síðani heitti eg á Sjúrð Skaale, sum hevur eitt sera gott og kritiskt teksteyga, um at taka tilfarið til hús og fara ígjøgnum tað. Hann var so beinasamur at nýta sína frítíð til hetta - nógv kvøld og vikuskifti eru farin hjá honum. Hann gjørdi so viðmerkingar, hampaði tekst og uppseting, og segði sína hugsan um, hvat átti at sáldast frá. Eldsálin á forlagnum Sprotanum, Jonhard Mikkelsen, hevur síðani viðgjørt tilfarið og hevur saman við dugnaligum rættlesarum hampað um málburðin. Kalmar Lindenskov hevur hartil veitt góða hjálp við permuni. So í hesum føri eru bert kvøld farin hjá mær - ikki nætur. Og tað er takkað verið beinasemi frá øðrum. Tillukku við tí. Hvar og hvussu verða jólini hildin í ár? Jólini verða hildin saman við familjuni. Jólaaftan við hús í Hoyvík saman við verforeldrunum, og jóladag er íslendskt hangikjøt hjá verforeldrunum. Annars verður dúgliga vitjað hjá foreldrum, systrum, ommum og aðrari familju. Tíverri halda mamma mín og systrar við familjum jólini í Danmark í ár, men tað má so vinnast aftur seinni. Mín vón er sjálvsagt at konan, børnini og familjan annars sleppa undan at hoyra meg tosa ov nógv um politikk á jólum... Óli P. Aftur í fýrsuni Smyril Line - ímyndin av sjálvbjargni - hevur rent seg í fíggjarligt óføri Týsdagur 12. des. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Sovjettiskur áhugi fyri Føroyum Áhugavert hevði verið at gjørt meira burtur úr sovjettiskum áhugamálum í Føroyum, sigur Jákup Thorsteinsson, søgufrøðingur Føroyskir søgufrøðingar hava seinnu árini endavent skjalagoymslum í vesturheiminum fyri at fáa vitan um føroysku støðuna í kalda krígnum. Hetta hevur givið úrslit í Svørtubók og seinni eini ískoytisfrágreiðing til bókina, sum Jákup Thorsteinsson, søgufrøðingur, hevur gjørt út frá skjølum í Føroyum. Tað hevði verið áhugavert at gjørt meira burtur úr sovjettiskum áhugamáulm í Føroyum og tí vitan og innliti, sum russar uttan iva hava havt í føroyska samfelagið, sigur Jákup Thorsteinsson í ískoytisfrágreiðingini hjá sær. Hann vísir á, at støðugi áhugin hjá Sovjettsamveldinum fyri Føroyum millum annað kemur itl sjóndar í russiskari blaðgrein frá 1983. Vita um mótstøðu Greinin stóð í blaðnum Krasnaja Zvezda í juni mánaði hetta árið, og hon bygdi á upplýsingar úr vinstravenda danska blaðnum Land og Folk. Í greininin verður upplýst, at Føroyar og Grønland fáa alt størri leiklut í ágangandi hernaðarligu ætlanini hjá NATO, sum blaðið tekur til. Blaðið greiðir millum frá, at NATO skal brúka 130 milliónir krónur til at nýmótansgera herstøðirnar í Føroyum, og at meginparturin av hesum pengum skulu brúkast til støðina í Mjørkadali. Í Føroyum er stór mótstøða ímóti hesum ætlaninum, verður sagt. Neyðugt er ikki at gera aðrar viðmerkingar til greinina, enn at hon vísir sovjettiskan áhuga fyri hernaðarligu útbyggingunum í Føroyum, og at greinaskrivarin hevur vitað um føroyska mótstøðu móti hernaðarligu útbyggingunum í Føroyum, skrivar Jákup Thorsteinsson í ískoytisfrágreiðingini. Eisini eystureftir Jákup Thorsteinsson mælir í innganginum í frágreiðingini til, at kanningar eisini verða gjørdar eystanfyri, so at javnvág fæst í søguskrivingina, og meira fæst at vita um áhugan hjá eystureuropeisku londunum fyri føroyskum viðurskiftum. Landsstýrið hevur í fleiri mánaðir ætlað at sett gongd á kanningar eystanfyri, men enn eru hesar kanningar ikki farnar í gongd. Pengar eru játtaðir í hesum árinum til arbeiðið, og meira skal eftir ætlan játtan í komandi ári. Anfinn Kallsberg segði fríggjadagin við Sosialin, at nú skal kanningararbeiðið eystanfyri í gongd. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Smyril Line stórliga brúk fyri nýggjum skipi Tað er ein stórur trupulleiki hjá Smyril Line, um felagið ikki fær endurnýggja seg, sigur Óli Hammer, stjóri Smyril Line er komið í vandasjógv, síðani byggisáttmálin upp á nýtt ferðamannaskip varð undirskrivaður við týska skipasmiðju 27. juni. Smyril Line hevur ikki klárað at goldið seinasta avdráttin upp á byggingina, og nú krevur skipasmiðjan í Flensburg stóra fíggjarliga trygd frá Smyril Line, um arbeiðið skal halda fram. Vit skulu svara á middegi týsdagin, og okkara svar verður, at vit kunnu ikki veita ta trygd, sum skipasmiðjan krevur. So verður tað upp til teirra at taka næsta stig, sigur Óli Hammer, stjóri á Smyril Line. Hann leggur dent á, at Smyril Line fer ikki á heysin, og at felagið ikki missir Norrønu. Stóri vandin hjá okkum er, um felagið ikki fær endurnýggja seg. Tað er eingin framtíð í Norrønu, og vit hava brúk fyri einum nýggjum skip, sigur Óli Hanner. Hava dyrgt eftir almennum veðhaldi Norrøna hevur siglt millum Føroyar og grannalondini síðani 1982. Skipið er 27 ára gamalt, og næstu árini er vandi fyri, at skipið fer at krevja kostnaðarmiklar ábøtur. Skipið lýkur tó øll krøv sum er. Slíkan sáttmála, sum vit gjørdu við skipasmiðjuna í Flensburg, fáa vit ikki aftur. Hatta var ein serstakliga gott tilboð, sum vit ikki koma í nánd av, skuldu vit gjørt ein nýggjan sáttmála, sigur Óli Hammer. Skipasmiðjan hevur allatíðina roynt at trýst okkum eftir størri trygd. Teir hava fegnir viljað havt okkum at fáa landskassaveðhald, men vit hava greitt teimum frá, at landið blandar seg ikki uppí slíka skipabygging, sigur Óli Hammer. Sambært stjóranum í Smyril Line var fyrr í ár fundur í Tinganes, har umboð fyri týsku skipasmiðjuna var við. Tá gjørdu bæði løgmaður og landsstýrismaðurin við vinnumálum greitt, at landið lat eingi veðhald til skipabygging. Somu boð fekk Smyril Line frá nýggja landsstýrismanninum við vinnumálum fríggjadagin. Nú kunnu vit enn einaferð boða skipasmiðjuni frá, at landið letur einki veðhald, og so verður tað upp til teir, hvat teir síðani skulu gera, sigur Óli Hammer. Verri enn væntað Óli Hammer sigur, at orsøkin til, at Smyril Line ikki hevur fingið goldið seinasta avdráttin er, at felagið hevur havt eitt av sínum minni góðu árum í ár. Vit líða, sum so nógv onnur, undir hækkandi oljuprísinum, og vit hava havt færri ferðafólk í ár. Tíbetur sær tað nú nógv betur út fyri næsta ár. Bíleggingarnar eru fleiri, og tí eru útlit fyri, at úrslitið verður betri næsta ár, sigur Óli Hammer. Um vit fram yvir kunnu halda sáttmálan, veldst sjálvandi um, hvussu tað fer at ganga felagnum. Smyril Line hevur fingið til á middegi í dag at svara týsku skipasmiðjuni. Tá skal felagið veita eina trygd upp á 75 milliónir krónur, um arbeiðið at byggja nýggja skipið skal halda fram. Ta trygdina fær skipasmiðjan í Flensburg eftir øllum at døma ikki, og so er spurningurin, hvat næsti leikurin hjá týskarum verður. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Vit halda fram við byggingini av Norrønu Stjórin á týsku skipasmiðjuni, sum skal byggja Norrønu, roknar við, at Smyril Line verður ført fyri at gjalda fyri nýggju Norrønu Stjórin á Flensburger Schiffbau-Gesellschaft (FSG) sigur seg hava álit á, at Smyril Line verður ført fyri at gjalda fyri nýggju Norrønu. Vit halda fram við at byggja Norrønu sum ætlað, og vit rokna sjálvandi við, at Smyril Line fer at klára at gjalda fyri skipið, sigur Fred Garbe, stjóri á skipasmiðjuni. Hann vil als ikki gera viðmerkingar til, hvat hendir, um Smyril Line ikki kann veita trygdina, sum skipasmiðjan hevur kravt til á middegi í dag. Fred Garbe var sjálvur í Føroyum síðst í juni mánaði og skrivaði undir byggisáttmálan upp á nýggju Norrønu. Sáttmálin ljóðar upp á 660 milliónir krónur, og fyri hesa upphædd skal Smyril Line fáa eitt nýmótans ferðamannaskip við øllum hugsandi hentleikum. Vit halda fram Tað er nú sannlíkt, at byggingini av nýggju Norrønu verður steðgað, tí skipasmiðjan í Flensburg hevur kravt fíggjarliga trygd frá Smyril Line, um arbeiðið skal halda fram. Hesa trygd - sum er upp á 75 milliónir krónur - fer Smyril neyvan at klára at veita á middegi í dag, tá týska skipasmiðjan hevur kravt svar. Stjórin á skipasmiðjuni vil einki siga um, hvat teir hava kravt frá Smyril Line, men hann váttar, at partarnir skulu tosa saman á middegi í dag. Eg haldi, at Smyril Line skal sleppa at svara í hesum máli. Okkara viðmerking er, at vit halda fram við byggingini eftir ætlan, og at vit rokna við, at Smyril Line fer at liva upp til sáttmálan, sigur Fred Garbe. Arbeiðið komið langt Fámælti týski stjórin vil als ongar viðmerkingar gera til, um skipasmiðjan fer at steðga byggingini av Norrønu, um Smyril Line ikki kemur við ein fíggjarligari trygd á middegi í dag. Hann endurtekur bara, at skipasmiðjan er komið langt við arbeiðnum upp á nýggju Norrønu, og at arbeiðið heldur fram sum ætlað. Smyril Line hevur arbeitt við at finna pengar til trygdina, sum týska skipasmiðjan krevur fyri at halda fram við byggingini, men tá landsstýrið segði nei til at veita veðhald fríggjadagin, gjørdust møguleikarnir smáir fyri at finna eina loysn. Aðrir stórir føroyskir lánsveitarar hava eisini sagt nei til finna kekkheftið fram, og tí verður Smyril Line helst noytt at svara skipasmiðjuni, at teir kunnu ikki veita ta trygd, sum skipasmiðjan krevur. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Fer at fáa álvarsligar avleiðingar Fakfeløgini fara at seta tiltøkí í verk, sum fara at fáa álvarsligar avleiðingar, um Bjarni Djurholm leggur eitt nýtt uppskot fyri tingið um, hvussu ósemjur á arbeiðsmarknaðinum skulu loysast Fakfeløgini á føroyska arbeiðsmarknaðinum hava tikið tað sum eina rættiliga krígsavbjóðing, at Vinnumálastýrið nú hevur orðað eitt uppskot, sum skal leggjast fyri tingið um, hvussu ósemjur á arbeðsmarknaðinum skulu loysast. Tey siga, at tey fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at uppskotið verður lagt fyri tingið, soleiðis sum tað nú er orðað. Sjeymannabólkurin, sum umboðar at kalla allan tann føroyska arbeiðsmarknaðin, hevði fund um málið hósdagin. Og har samtykti tey at vísa uppskotinum aftur við rættiliga avgjørdum orðingum. Aftaná fundin siga tey, at tey meta uppskotið so mikið álvarsligrt, at verður tað lagt fyri tingið, fara tey at seta tiltøk í verk, sum fara at fáa rættilgia álvarasligar avleiðingar, bæði fyri privata og fyri almenna arbeiðsmarknaðin. Missa samráðingarrættin Tað eru serliga ávísir partar í uppskotinum, sum fakfeløgini halda ganga teimum so nær, at tað kann ikki góðtakast. Hetta er eitt uppskot, sum fer at taka samráðingarrættin frá fakfeløgunum og tað verður undir ongum umstøðum góðtikið. Tey siga, at eitt nú fær semingsmaðurin at kalla óavmarkaðar heimildir til at útseta arbeiðssteðgir. Tey siga, at eftir samráð við partarnar skal semingsmaðurin áseta freistina fyri, nær partarnir í eini trætu skulu hava svarað einum seimingsuppskoti. Sostatt kunnu vit koma í tað støðu, at vit kunnu ikki fara í verkfall fyrrenn eitt hálvt ár, ella kanska longri, aftaná at semingsmaðurin hevur lagt semingsuppskot fram, alt eftir, hvussu langa freist hann setir. Tey siga, at semingsmaðurin fær eisini tilvidarliga heimild til at útseta verkfall um ein arbeiðssteðgur, eftir hansara tykki, hevði havt víðtóknar avleiðingar fyri samfelagið, ella avgerðandi óhepnar avleiðingar fyri royndirnar at enda stríðið uttan at fara í arbeiðssteðg. Feløgini vísa eisini á, at eftir nýggja uppskotinum, verður tað eisini at kalla ógjørligt hjá fakfeløgunum at fella eitt semingsuppskot. Sum er, verður lagnan hjá einum semingsuppskotið avgjørt við vanligum meiriluta. Men eftir nýggja uppskotinum, skulu minst 75% av teimum, sum hava atkvøðurætt, taka lut í atkvøðugreiðsluni. Og av teimum skulu so yvir 50% verða ímóti einum semingsuppskoti, fyri at fella tað. Provokatión Sjeymannabólkurin sigur, at hetta er ein provokatión ímóti fakfeløgunum, sum tey harðliga mótmæla. Tey halda eisini, at hetta vísir eina slíka vanvirðing ímóti feløgunum, at tað má átalast harðliga. Tey siga, at hetta er ein roynd at seta danskar reglar í gildi í Føroyum. Tey sipa til reglarnar í lógunum um høvuðsavtalu, um arbeiðsrætt og um seming. Men tey leggja dent á, at í Danmark samtykti Fólktingið hesar tríggjar lógirnar, eftir at partarnir á arbeiðsmarknaðinum vóru samdir um, at tær skuldu setast í verk. Men slíka virðing vísir Vinnumálastýrið ikki fyri pørtunum á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, tí her er tað ætlanin at fáa Løgtingið einvíst at seta hesar reglar í gildið, uttan at spyrja partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Vilja hava svar í hesi vikuni Fakfeløgini vilja hava at vita, hvørjir flokkar á tingið taka undir við einum uppskoti frá Vinnumálastýrinum, sum tey siga, fer at taka samráðingarrættin frá feløgunum DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi mennist. Eitt annað lágtrýst yvir Írlandi fer spakuliga í ein landnyrðing. Lágtrýstið fer framvið sunnan fyri Føroyar móti Noregi, og frá mikudegnum rekur køld luft av landnyrðingi og norði inn yvir Føroyar. Veðrið í dag: Upp í skrið av av landsynningi, skýggjað og regn. Út á dagin sunnan og útsynningur, minkandi niður í stívt andøvsgul og um náttina aftur landsynningur, og tað verður skýggjað og ælaveður. Hitin millum 3 og 8 stig. Veðrið mikudagin: Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, sum út á dagin hækkar upp í landnyrðing. Skýggjað og at byrja við regnælingur, seinni kavaælingur. Hitin fellur niður móti frostmarkinum. Veðrið hósdagin: Upp í hvassan vind av landnyrðingi, men móti morgni nakað minkandi. Skýggjað við kavaælingi. Hitin beint undir frostmarkinum. Veðrið fríggjadagin: At byrja við minkandi til andøvsgul av ymsum ættum, seinni snarar hann millum landsynning og landnyrðing og veksur upp í stívt andøvsgul. Skýggjað við kavaælingi. Hitin beint undir frostmarkinum. Í gjár: Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi mennist. Eitt annað lágtrýst yvir Írlandi fer spakuliga í ein landnyrðing. Í dag: Lágtrýstið fer framvið sunnan fyri Føroyar móti Noregi, og frá mikudegnum rekur køld luft av landnyrðingi og norði inn yvir Føroyar. John Johannessen - john@sosialurin.fo Íslendingar byggja ferjulegu til Norrönu Seyðisfjarðar Kommuna hevur gjørt avtalu um at byggja eina ferjulegu fyri 50 - 60 milliónir krónur til nýggju Norrönu. Hetta arbeiðið heldur fram hóast kreppuna hjá Smyril Line Íslendingar hava fingið at vita, at eingin vandi er fyri, at Norröna gevst at sigla til Íslands. Tí heldur Seyðisfjarðar Kommuna eisini fram við arbeiðinum at gera ferjulegu til nýggju Norrönu fyri 50 til 60 milliónir krónur. Norröna er einasta ferjusambandið, íslendingar hava við hini norðurlondini. Tí gjørdust íslendingar rættuliga ørkymlaðir, tá tað fríggjadagin frættist, at vandi var fyri, at týska skipasmiðjan, sum byggir nýggju Norrönu, fór at steðga arbeiðinum og møguliga eisini leggja hald á gomlu Norrönu. Eingin vandi Men skjótt fingu íslendingar at vita, at eingin vandi er fyri, at Smyril Line gevst at reka farleiðina til Íslands. Jónas Hallgrímsson, nevndarformaður í Smyril Line og stjóri á Austfar H/F, sum er umboðar Smyril Line í Íslandi, segði við íslendska útvarpið fyrradagin, at tað stóð væl til hjá Smyril Line, og teir trupulleikarnir, sum høvdu tikið seg upp, fóru at verða ordnaðir. Austfar, sum Jónas Hallgrímsson er stjóri fyri, er ein av íslendsku partaeigarunum í Smyril Line. Íslendingar eiga nevniliga 8 % í føroyska felagnum. Seyðisfjarðar Kommuna, sum er farin at byggja ferjulegu til nýggju Norrönu, er eisini partaeigari í Smyril Line. NØVN Í VIKUNI Maskinmeistarin givin Seinasti maskinmeistarin á Reyða Krossi, Christian Reinert Petersen, sum seinnu árini hevur arbeitt á Landssjúkrahúsinum, gavst í heyst, tá hann gjørdist 67 ára gamal. Christian er ættaður úr Saltnesi og fór hálvvaksin til Havnar í smiðjulæru hjá Hans M. Reinert. Men tað var skjótt, at meistarin sendi hann til Danmarkar at læra víðari við teirri grundgeving, at har kundi hann fáa meira burturúr. Eftir at Chrsitian hevði lokið sveinaroyndina, arbeiddi hann nøkur ár í Danmark, áðrenn hann fór til skips sum maskinmeistari á ymsum fiskiskipum. Tá hann gavst at sigla, fór Christian at arbeiða á Tórshavnar Skipasmiðju, til hann í sekstiárunum saman við øðrum keypti Vestmanna Skipasmiðju. Á Vestmanna Skipasmiðju vórðu trý línuskip smíðað tey árini, Christian var ein av eigarunum. Tey vóru Stapin, Thomas Nygaard og Sundaenni, sum nú eitur Eysturoyingur. Christian gjørdist seinni maskinmeistari á Reyða Krossi, har hann var, til skipið varð lagt. Tá fór Christian at arbeiða á verkstaðnum á Landssjúkrahúsinum, haðani hann nú er farin vegna aldur. Christian er sera fittur í hondunum og putlast nógv við ymiskar prýðislutir. Telgir og sagar og ger við. Annars dámar Christiani væl at lesa og syngja. Hevur verið kórsangari í fleiri ár. Millum annað í Kristiliga Sangkórinum og Tórshavnar Manskóri. Frítíðina dámdi honum væl at brúka í summarhúsinum i Leynum. Og nú hann er givin at arbeiða, er frítíðin nógv, og tað far summarhúsið kanska at kenna. Málmaður sømdargávu Chr. Matras Hóskvøldið fekk Jeffrei Henriksen, málmaður og fyrrverandi lærari í Havn, sømdargávu Kristjans á Brekkumørk. Sømdargáva Kristians á Brekkumørk er upp á 15.000 krónur, og hon verður latin fólki fyri at styðja verki einstaklinga føroyskum málið at frama. Tað Jógvan í Lon Jacobsen, sum handaði Jeffrei sømdargávuna á samkomu í Norðurlandahúsinum hóskvøldið - 100 ára dagin hjá Christiani Matras. Hann segði, at sømdargávan varð latin Jeffrei Henriksen fyri langt og drúgvt starv fyri føroyska málinum. Jeffrei Henriksen er føddur í Sørvági 1. mai 1930. Hann er sonur Jóhan Jákup Henriksen úr Gásadali og Josefine f. Johansen úr Sørvági. Hann er giftur við Kirstini f. Jensen av Strondum. Jeffrei tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1950 og hevur verið lærari í Bø og Gásadali 1950-55, á Eiði 1955-60, í Tórshavnar Kommunuskúla 1960-68, skúlastjóri í Venjingarskúlanum 1968-81 og hevur undirvíst á Føroya Læraraskúla 1968-95, lektari frá 1981-95, tá ið hann fór úr starvi. Jeffrei Henriksen var eina tíð limur í Tórshavnar Skúlaráð. Limur í Málnevndini. Byrjaði brævskúla í føroyskum í 1956. Var við at stovna Skúlabókafelagið í 1963 og hevur lagt føroysku leisbøkurnar til rættis. Jeffrei Henriksen fekk M. A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir í 1977. Landsstýriskvinna 45 Sunnudagin fylti Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í heilsu- og almannamálum 45 ár. Helena er dóttir Atla Dam, fyrrverandi løgmann og Ásu Hátún. Hon er gift við Kristiani á Neystabø, sum er sonur Katrinu og Napoleon á Neystabø. Hon er útbúgvin Cand. mag. og hevur starvast sum studentaskúlalærari árini 1983-85. Hon var fulltrúi á Landsskúlafyrisitingini árini 1985-87. Hon hevur starvast á Skúlabókagrunninum síðaini 1988, og sum dagligur leiðari frá 1990. Helena Dam á Neystabø varð vald á ting fyri Sjálvstýrisflokkin í november 1990. Hon tók øll á bóli, tá hon brádliga lat seg stilla upp á listanum hjá Sjálvstýrisflokkin, eftir at hava verið limur í Javnaðarflokkinum í mong ár, har hon eisini hevði onkur álitisstørv. Í mai 1993 gjørdist Helena formaður í tingbólkinum hjá Sjálvstýrisflokkinum Av politiskum álitisstørvum annars er at nevna, at hon var formaður í rættarnevnd løgtingsins mai 1993 - juli 1994. Limur í marknaðarnevnd løgtingsins síðan mai 1993, formaður 1994-95. Formaður í løgtingsins uttanlandsnevnd juli 1995 - 98. Limur í Tingmannaráði Útnorðurs 1990-1998. Løgtingsmaður: 1990 - 1998. Landsstýrismaður: Síðan mai 1998. John Johannessen - john@sosialurin.fo Áttatiárini viðgjørd í dag Sokallaða grein 19 frágreiðingin um áttatiárini verður í dag viðgjørd í tinginum Frágreiðingin, sum ein løgtingsnevnd í fimm ár hevur gjørt um førda politikkin í áttatiárunum, kemur í dag til viðgerðar í løgtinginum. Tað er Finnbogi Ísakson, tingformaður, sum eftir áheitan hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið, um at taka til eftirtektar frágreiðingina frá nevndini. Fleiri orsøkir Høvuðsúrskurðurin í frágreiðingini staðfestir, at fleiri orsøkir vóru til, at førdi politikkurin í áttatiárunum í byrjanini av nítiárunum førdi til svára búskaparliga kreppu. >>Føroysku politikararnir vóru ikki nóg dugnaligir. Teir lurtaðu ikki eftir ávaringum frá ráðgevum og frá embætisverkinum. Á fleiri týðandi økjum var lóggávan ógreið, ófullfíggjað og fyrnað í 80-árunum, og ofta áðrenn komið varð var í 80-árini. Landsumsitingin var veik. Henni vantaði arbeiðsmegi, og á fleiri økjum vantaði førleiki. Málsviðgerðin skuldi oftast umsita fleiri málsøki, enn hann var førur fyri. Málsviðgerðin var ikki eins frá máli til mál og ikki nóg neyv. Tí gjørdist tapsvandin hjá landinum stórur, og munur varð gjørdur á monnum. Trupulleikar stóðust av, at politikarar vóru partur av umsitingini. Politiska eftirlitið - fíggjarnevnd, løgtingsgranskoðarar, landsstýrismálanevnd - sveik. Landskassin varð bundin uttan lógarheimild. Fylgjurnar gjørdust álvarsamar: Milliardatap hjá landskassanum og álvarsamir trupulleikar hjá einstaklingum. Ábyrgdin fyri álvarsligu skeivleikarnar og mistøkini í 80-árunum lá hjá politisku leiðsluni í 80-árunum, men eisini í 60- og 70-árunum, har tiltøk vórðu gjørd, ið fingu avleiðingar í 80-árunum og fyrstu árini í 90-árunum. Leikluturin hjá stigtakarum, ráðgevum og peningastovnum skal eisini verða nevndur í hesum sambandi.<< Grein 19 nevndin staðfestir í høvuðsniðurstøðuni, at ábyrgdin fyri skeivleikunum lá hjá politisku leiðsluni. Men samstundis staðfestir hon, at orsøkirnar til kreppuna vóru fleiri. Tá løgtingið í dag fer at viðgera frágreiðingina, er tað bert fyri at staðfesta niðurstøðurnar hjá grein 19 nevndini. Uppskotið hjá tingformanninum leggur nevniliga bert upp til, at tingið skal taka frágreiðingina til eftirtektar. John Johannessen - john@sosialurin.fo Álit um fíggjarlógina liðugt í dag Fíggjarnevndin er liðug við viðgerðina av fíggjárlógaruppskotinum fyri 2001, og verður álit helst lagt fyri tingið í dag. Andstøðan og skrivarin hjá fíggjarnevndini sótu í gjár hvør í sínu lagi og skrivaðu álit, og væntandi var, at báðir partar vóru klárir, árenn tingfundin í dag, so álitið kundi býtast út til tingmenn, tá tingfundurin í dag var liðugur. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Býráðið søplar 2 milliónir burtur Fíggjarnevndin hjá Tórshavnar Kommunu visti einki um, at byggi- og býarskipanarnevndin hevði eitt alternativt tilboð til venjingarhøllina í Hoyvík, sum var heilar tvær milliónir bíligari. Hetta sigur, at Ronald Poulsen, limur í fíggjarnevndini Í dag kunnu hoyvíkingar fegnast óført, tí fyrsti spakin verður settur í jørðina, og arbeiðið at gera nýggja venjingarhøll í Hoyvík kann nú byrja av álvara. Tað er tó løgið, at Tórshavnar býráð í tveimum førum ikki velur at taka av lægsta tilboðnum, sum KJ Smíð átti. Úrslitið er, at skattgjaldarin má svíða, tí arbeiðið gerst óneyðuga kostnaðarmikið. Hetta er fallið KJ Smíð fyri bróstið, og nú verður býráðið stevnt fyri rættin eftir endurgjaldi. Hóast KJ Smíð hevði lægsta tilboðið uppá jørð, kloakk og betong arbeiðið varð hetta arbeiðið latið Byggitek, sum hevði eitt tilboð, ið var 200.000 krónur dýrari. Harafturat hevði KJ Smíð eitt samlað tilboð uppá at byggja alla høllina fyri 9,8 milliónir, men býráðið velur heldur at gera hana fyri 11,78 milliónir. Skattgjaldarin má lata 2 milliónir meira enn neyðugt fyri eina venjingarhøll í Hoyvík. Býráðið hevur biðið um tilboð til seks ymisk arbeiði og eitt samlað tilboð fyri alla høllina. KJ Smíð hevur eitt samlað tilboð uppá 9.806.491,45 krónur. Við at taka tilboðið hjá Byggitek uppá jørð, kloakk og betong framum kemur prísurin uppá 10.075.563,67 krónur. Harafturat skal Veri-Con hava 17% av hesum prísinum. Sostatt verður samlaði prísurin 11.788.409,49 krónur. Munurin er slakar tvær milliónir krónur. Fíggjarnevndin ikki kunnað Eftir tilmæli frá byggi- og býarskipanarnevndini, har Heðin Mortensen er formaður, hevur fíggjarnevnd býráðsins samtykt uppskotið frá teimum um at taka av tilboðnum, sum er dýrari. Vit hava einki fingið at vita um nakað alternativt tilboð, sum er lægri enn tað, við hava góðtikið. Vit áttu at verið kunnaðir um hetta, áðrenn nakað varð samtykt, sigur Ronald Poulsen, limur í fíggjarnevndini. Grundgevingin hjá býráðnum fyri ikki at lata KJ Smíð arbeiðið er, at teir ikki eru limir í Føroya Handverksmeistarafelag, men hetta er tó ikki so. Tað stendur tó ongastaðni í útbjóðingartilfarinum, at tilboðsgevarin skal vera limur í Føroya Handverksmeistarafelag. Tveir mans standa fyri KJ Smíð. Teir eru Kristen Johansen og Jóni Durhuus. Hesin seinni eru limur í meistarafelagnum, meðan Kristen ikki er. Eg dugi ikki at síggja, hví báðir skulu vera limir í meistarafelagnum. Um vit báðir vóru limir, kundu vit ikki arbeitt á sama stað, sigur Kristen Johansen. Grundgevingin hjá býráðnum er sostatt ikki røtt, tá teir siga, at KJ Smíð ikki er limur í meistarafelagnum. Kristen Johansen fekk heldur ikki at vita, at neyðugt varð at vera limur í meistarafelagnum fyri at fáa arbeiðið. Varð hann kunnaður um tað, hevði hann sjálvsagt teknað seg sum lim beinanvegin. Fyritøkan, sum skuldi gera vatn, hita og ventilatión, var ikki limur, men fekk boð um at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Býráðið hevur ongantíð vent sær til mín fyri at kanna viðurskiftini í fyritøkuni hjá okkum. Teir hava bara vent sær til Føroya Handverksmeistarfelag og Skráseting Føroya fyri at kanna málið, sigur Kristen. KJ Smíð hevur sostatt ongantíð havt møguleika at greiða frá sínum viðurskiftum. Hetta hevur býráðið skyldu til at syrgja fyri. Býráðið stevnt KJ Smíð hevur nú vent sær til sakførara fyri at fáa greiði á viðurskiftunum. Í telefaksi til Leiv Hansen og Heðin Mortensen, sum er sent teimum 24. november, staðfestir sakførarin hjá KJ Smíð, at hansara klientur hevði lægsta tilboðið, sum er 4.732.447 krónur. Tilboðið hjá Byggitek er 4.948.202 krónur. Í faksinum stendur, at >>talan hevur verið um almenna lisitatión, og býráðið hevur tí skyldu at taka av lægsta tilboðnum<<. Í faksinum verður eisini ávarað um, at tekur býráðið av næstlægsta tilboðnum, so verður tað stevnt. Býráðið varð sostatt kunnað um hetta, áðrenn nakar sáttmáli varð gjørdur. Sakførarin skrivar eisini, at hann roknar við, >>at talan er um eitt mistak, og at hann væntar at frætta aftur beinanvegin<<. 1. desember fær KJ Smíð stutt bræv frá Veri-Con, sum er ráðgevandi verkfrøðingurin í projektinum. Í brævinum verður boðað frá, at arbeiðið er latið øðrum arbeiðstaka. Sakførarin metir, at >>undir slíkum umstøðum er eftir míni metan rættuliga greitt, at býráðið hevur brotið reglurnar bæði í lisitatiónslógini og fyrisitingarlógini<<. Vóru klárir Kristen Johansen vísir á, at teir vóru førir fyri at gera arbeiðið uppá alla høllina til lítar. Vit hava bílagt pláss niðri í Danmark at gera stálkonstruktiónirnar og betongelementini, og hava gjørt tað neyðuga fyrireikingararbeiðið, sigur Kristen, sum finst hvassliga at býráðnum fyri handfaringina av hesum málinum. Einasta orsøkin til, at vit ikki hava fingið arbeiðið, er, at Byggitek og Veri-Con skulu hava sín bita at køkuni. Skattgjaldarin má gjalda í seinasta enda. Kristen Johansen leggur eisini formannin í Føroya Handverksmeistarafelag, Tummas Sørensen, undir at hava verið handan leiktjaldið og fingið avtalur uppá pláss, og hann hevur eftir øllum at døma tosa við Veri-Con og fingið teir at vraka KJ Smíð. Tummas Sørensen er eisini eigari av Byggitek, sum fær arbeiðið ístaðinfyri KJ Smíð. Sosialurin hevur roynt at fingið fatur á fleiri persónum, sum hava við hetta málið at gera, men tað hevur ikki eydnast okkum at fingið nakra viðmerking frá teimum. Frits Johannesen Tage Mortensen lagt taktstokkin Síðsta sunnudag var vaktarskifti umborð á skútuni Danmark Radio Pigekor. Tage Mortensen, sum leitt hevur kórið í 34 ár - verið tess vaktarmaður og talsmaður, legði taktstokkin frá sær og rætti hann til Michael Bojesen. KÓRTÓNLEIKUR Frits Johannesen Síðsta sunnudag var vaktarskifti umborð á skútuni Danmark Radio Pigekor. Tage Mortensen, sum leitt hevur kórið í 34 ár - verið tess vaktarmaður og talsmaður, legði taktstokkin frá sær og rætti hann til Michael Bojesen. Tage hevur fleiri ferðir verið í Føroym við kóri sínum. Í juni mánaði í ár var hann og helt konsertir í Havnini, Eysturoynni og Norðuroyggjum. Hann hevði gott samband við William Heinesen, og var hann í Havnini á hundrað ára degi hansara. Tá ið William Heinesen fylti 90 ár, var hann við DRP og sang tónleikaverk, sum Tage sjálvur hevði skrivað yvir yrking av WH. Hann er væl fyri, tá ið hugsað verður um skaldskapin hjá William Heinesen. Hann hevur á universitetstøði skrivað ritgerð um skaldið og skaldskap hansara. Fyrstu ferð Tage Mortensen var í Føroyum við kóri var 1967. Hetta kórið var Nordjysk pigekor. Næstu ferð hann kom, var 1970 og var hetta við kórinum Danmark Radio Pigekor. Hann hevur, sum sagt, verið tess leiðari í 34 ár og hevur síðani verið fleiri ferð í Føroyum og sungið. 1982 var hann og sang við børnunum í Fuglafjarðar skúla. Hetta vóru góðir dagar og dámdi honum sera væl at vera ímillum børnini og hoyra natúrligan sang. Hetta var í februar, og vóru einar tvær konsertir hildnar í Fuglafirði við sangkórinum og børnunum. Ikki haldi eg taki munnin ov fullan, tá ið sagt verður, at hann helt, at vit áttu at gjørt gentukór á staðnum, og skuldi tað bera heitið: Føroyska gentukórið. Føroyskt gentukór? Nei, hví ikki Fuglafjarðar gentukór? So var. Síðani henda dag í februar 1982 hevur kórið borið hetta heitið. Eitt sum dettur mær í hugan frá hesum døgum, er at Tage Mortensen var sera hugtikin av løgunum hjá Jógvani á Lakjuni. Hann brúkti orðið: Kvasirytmir um løgini hjá honum. Frá hesum døgum er lagið Vøkur er verðin (orð: Mikkjal á Ryggi) sprottið. Hetta lagið hevur kórið borið fram manga ferðir heima á landi og uttanlands. Á samkomu, sum var eftir konsertina bjóðaði Tage Mortensen tí nýggja kórinum á konserferð til Danmarkar á páskum 1983. Hesum tóku vit av og fóru avstað á páskum árið eftir sum gestir hjá DRP. Hetta var ein góð ferð. Vit sungu í Keypmannahavn, Næstved, Odense, Aarhus og Aalborg. Ferðin vardi í einar 14 dagar og høvdu vit 18 konsertir á hesi ferð. Upptøka varð gjørd til Danmark Radio, hvar kórið fekk eina rytmiskan bólk við bassi, gittara, klaveri og trummum at leika undir til kvasirytmirnar hjá Jógvani. Frá hesum døgum kom Tage í samband við Karl Andreassen av Strondum. Hann fekk at vita, at hann kundi fleiri lestrar uttanat. Næstu ferð Tage Mortensen kom at vitja, hevði hann bandupptakaran við sær og fór at vitja Karl. Tage Mortensen festi tveir lestrar á band, sum hann hevur spælt av aftur í tí danska útvarpinum. `A flestu ferðum sínum var hann inni á gólvinum hjá WH, skifti orð við hann, tók hann uppá og hevði sendingar um skaldið í danska útvarpinum. Á ymiskan hátt hevur samband verið við Tage Mortensen og DRP øll hesi ár. Hann hevur fleiri ferðir vitjað aftur, verið dyggur í ráðum og stuðlað á ymiskan hátt við sínum kunnleika um tónleik. Hann hevur t. d. verið í London í arkivinum hjá BBC og leita eftir tónleiki fyri eins røddir. Her fann hann so nógvan tónleik, sum aldri fyrr. T. d. nevndi Tage, at her var sanniliga opratónleikur skrivaður fyri eins røddir. Ofta hevur verið heitt á Taga Mortensen um løg til kórið hjá okkum. Gentukórið úr Dan-mark radio var og vitjaði í Fuglafirði 1990 og vóru vit og vitjaðu tey aftur 1993. Á jólakonsertini sunnudagin 3. Des. í Radiohúsinum var vaktarskifti í hesum kóri. Tage Mortensen segði farvæl eftir 34 ár at staðið við róðrið og ment hetta kór í skaldskapi og tónleiki. Hann hevur lagt sítt í hetta vala kór, borið tað fram við rótum í danskari , evropeiskari, norðurlendskari og føroyskari mentan.. Hetta hevur ikki verið keðiligur sangur við køldum gjalum av frostbitnum hógvum. Nei, innarligur tónleikur sungin av ungum røddum í hundraðtali øll hesi ár. Esini kann leggjast afturat tí fólkaliga, so hevur kórið ikki hildi seg aftur, tá ið klassiskur og nútíðartónleikur hevur staðið á breddanum. Óførur rómur var í tí danska útvarpshúsinum sunnudagin 3. Des. Undir hesum bitum eru trý kór av hesum slag - Gentukórið, Barnakórið og Seniorkórið . Øll hesi trý kórini sungu henda dag. Kirsten Milters leiddi barnakórið og Tage Mortensen leiddi hini bæði. Michal Bojesen var eisini á pallinum við tveimum løgum. Lad det klinge sødt i sky og Her kommer Jesu dine små, sum hann so meistarliga hevði lagt til rættis fyri fýrarøddað gentukór. Tað seinna var við strúkarum og solisti. Lise Tjavle var solistur, sum júst er liðug við sína útbúgving í München sum oprasangari. Hon hevur í fleiri ár sungið við í gentukórinum og hava nógvir góðir sangara trátt sínar barnaskógvar í Danmarks Radio Pigekor. Gott samstarv hevur verið millum Kirsten Milthers og Tage. Tey hava verið sum stúkan og rekkjuvágin. Tage Mortensen hevur kent sær ein bága tað síðstu tíðina, og hevur Kirsten verið honum ein góður stuðul, tá ið megin ikki rakk til. Tage Mortensen varð væl fagnaður henda dag. Fjøld av fólki eini 1100 í tali fagnaðu Tage. Blómur og góð ynski vórðu borin fram. Ein laurberkrans fekk Tage Mortensen um hálsin og útnevndur til heiðurslim í hesum fraga kóri. Tað er ilt at siga, hvat var best á konsertini. Tað sum hugtók meg mest var Vaughan Williams "Fantasia on Christmas Songs", har øll trý kórini, orkestur og solistur, Lise Tjavle, vóru við. Her haldi eg, at sangararnir góvu sangstjóranum eitt hjartaligt farvæl. Eitt heraklapp í ljóði, sangi og orðum. Eitt ríkt skeið við sangi og tónleiki undir hesum bitum, sum rakk so víða, var komið at enda. Fólk reistust úr sati, og lógvabrestirnir gneltu í - sýndu manninum, sum skapt hevur eitt kór av dygd og livandi fólkamentan sítt besta viðmæli og tøkk fái Tage Mortensen fyri øll hesi ár. Jan Sørensen Aling og umhvørvisárin (Viðmerkingar til orðaskifti um aling og dálking) Jan Sørensen, leiðari Havlívfrøðiliga royndarstøðin (Biofar) Kaldbak 07.12.2000 Í sambandi við at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur lagt fram frágreiðingina "Opdræt og miljø på Færøyene" ( Akvaplan-niva) hava fjølmiðlar og onnur gjørt reiðiliga nógv burturúr, og fari eg tí at gera nakrar viðmerkingar til tað, sum er komið fram í seinastuni. Havlívfrøðiliga royndarstøðin (BIOFAR) hevur kannað øll alibrúk í Føroyum (31 íalt), og ein partur av hesum frágreiðingum er brúktur til at gera niðurstøður í "Opdræt og miljø på Færøyene". Royndarstøðin hevur tó ikki á nakran hátt tikið lut í at gera niðurstøðurnar í hesi frágreiðing, sum eigur at verða lisin við varsemi. Einki man verða at ivast í, at vit øll ynskja okkum eitt reint og sunt umhvørvi, og at vit øll eiga at sýna fyrilit og ábyrgd, soleiðis at vit við góðari samvitsku kunnu lata landið í hendurnar á okkara eftirkomarum. Tað skerst tó ikki burtur at alt virksemi dálkar, sumt meira og sumt minni. Soleiðis er eisini við aling, og spurningurin er tí "Hvat er ov nógv"? Spurningurin eigur tó ikki at standa einsamallur men haldast upp í móti vinnuligu ágóðunum hetta virksemi gevur. Tó so, at varandi skaða á umhvørvið eiga vit treyðugt ella ongantíð at góðtaka. Okkara niðurstøða eftir at hava kannað øll alibrúk í Føroyum er, at sjónliga dálkingin frá aling í flestu førum ikki sæst longur enn 10-20 m úr hvørjum aliringi. Tó kann reiðiliga nógv tilfar hava hópa seg upp undir ringunum, og tað eru eisini størri økir har ábendingar eru um at botnurin er strongdur (neyvari kanningar mugu tó gerast fyri at staðfesta hetta og orsøkina ). Vit eiga at hava í huga, at dálking við avlopsfóðri og skarni ikki gevur varandi skaða á umhvørvið. Er talan um minni mongdir vil natúrliga samansetingina av botndýrum broytast fyri síðan heilt at hvørva, tá mongdirnar gerast størri. Gevast vit við dálkingini vendir gongdin, og botnurin gerst aftur sum hann var. Undir góðum umstøðum sýnist hetta at taka 1-2 mánaðir, meðan í ógvusliga dálkaðum støðum, har umstøðurnar ikki eru av teimum bestu, kann hetta taka upp í umleið 2 ár ella meira. Trupulleikin við at tilfar legst á botn kemur av, at botnurin ikki klárar at umseta tilkomna tilfarið nóg skjótt. Umhvørvismyndugleikar uttanlanda halda vanliga, at tað er betur at dálka eitt størri øki eitt sindur, enn tað er at dálka nógv á smærri økjum, tí at tilkomna tilfarið skjótari verður umsett á størri økjum. Her haldi eg, at tað er týdningarmikið at skilja ímillum umhvørvið sum heild, og uppvakstrarumhvørvið hjá alifiskinum. Umhvørvið sum heild er økið har alibrúkið liggur (eitt størri øki sum t.d. ein partur av einum fjørði, ella ein heilur fjørður), meðan uppvakstrarumhvørvið hjá alifiskinum er nærum-hvørvið inni við og undir ringunum. Øll alibrúk hava fingið tillutað eitt ella fleiri øki at ala á og hesi øki mugu metast sum framleiðsluøki og harvið útsetast fyri eini ávísari dálking. Onkursvegna eigur hetta at havast í huga tá metast skal um markvirði fyri hvussu nógva aling umhvørvi tolir. Alarin hevur sjálvsagt áhuga í at kenna umstøðurnar kring brúkið fyri at hava eitt gott framleiðsluumhvørvi, meðan umhvørvismynduleikar hava áhuga í at kenna umhvørvið sum heild fyri at meta um árinini, sum standast av alingini. Skulu regulerandi tiltøk setast í verk, eigur at verða hugt eftir, hvussu vit fáa sum mest burturúr bæði umhvørvisliga og vinnuliga. Reguleringstiltøkini eiga at tryggja, at umhvørvið ikki verður strongt meira enn eitt vist og hinvegin ikki avmarka fullar framleiðslumøguleikar innan fyri teir karmar umhvørvið tolir uttan at fáa varandi skaða. Støðan í dag er sera trupul, tí vit í Føroyum ikki hava viðgjørt hesi viðurskifti. Vit hava brúk fyri at stungið verður út í kortið, bæði hvussu aðallinjurnar eiga at vera og hvussu meira neyvt skal farast til verka. Her er sera týdningarmikið, at ein neyv viðgerð verður frammanundan, og at allir partar verða hoyrdir, soleiðis at vit fáa eina vælvirkandi skipan frameftir og at vit ala sum mest undir umhvørvisforsvarligum fyritreytum. Julius Djurhuus Føroya Landsstýri fremur ágang móti Føroya fólki við nýggjari pensjónsrammulóg Í løtuni arbeiðir landsstýrið við einum pensjónslógaruppskoti, ið bart út sagt kann kallast ein vanærulig viðferð av verandi uppspararum. Julius Djurhuus Vættrastígur 5 Tórshavn Í løtuni arbeiðir landsstýrið við einum pensjónslógaruppskoti, ið bart út sagt kann kallast ein vanærulig viðferð av verandi uppspararum. Ætlanin er, at øll skulu, í síðsta enda, inngjalda 10% av árslønini til eina lívrentu. Hetta merkir, at útgoldið verður ávíst útgjald aftur, so leingi ein livir. Á sama hátt sum verandi pensjón. Sagt verður, at tey, ið hava aðra pensjónsuppsparing, sleppa undan tí tvungna inngjaldinum og fáa innkravdan pening útgoldnan aftur. Tó bert um serstakar treytir verða uppfyltar. Tann eina treytin er, at fólk fáa sær eina lívrentu uppsparingarskipan. Við øðrum orðum strikar landsstýrið verandi kapitaleftirlønartryggingar, ið gjørdar eru sambært rentutryggingarlógini. Hesa striking fremur landsstýrið ikki beinleiðis við einari lóg, men óbeinleiðis við at noyða fólk at siga slíka skipan frá sær. Vit verða noydd at broyta okkara verandi kapitaleftirlønir til lívrentu uppsparing. Hetta er lógarsmíð tá tað er frekast. Landsstýrið sigur, at arbeiðsmarknaðurin frítt skal samráða seg til pensjónsskipanir, so at hesar líkjast tí, ið landsstýrið setur í verk. Hvat frítt er við hesum, tá landsstýrið longu hevur sett eina avgerðandi treyt? Landsstýrið skulkar sær undan tí ábyrgd, tað hevur viðvíkjandi verandi rentutryggingarlóg. Teir strika kapitaleftirlønartryggingina óbeinleiðis, tí teir vita, at um verandi lóg beinleiðis verður strikað, so koma allar kapitaleftirlønartryggingar beinanvegin til útgjaldingar. Væl at merkja uttan at lata 35% ella 40% avgjald til landskassan. Í rentutryggingarlógini stendur, at 40% avgjald verður latið til landskassan, um útgjald fer fram í úrtíð. Um vit brúka argumentini hjá politikkarunum, so skulu vit fylgja andanum í lógini, meiningini við lógini, um ivi er um hana. Meiningin við lógini er, at avgjald verður latið, tá tryggingartakarin uppsigur avtaluna. Einki stendur um hvat avgjald, ið latast skal, um landsstýrið uppsigur avtaluna. Við tí avgerðandi treyt, ið ætlanin er at seta í verk við nýggju pensjónslógini, hevur eingin ráð at hava kapitaleftirlønartrygging. Ein er noyddur at siga hana frá sær. Sostatt hevur landsstýrið í roynd og veru uppsagt verandi kapitaleftirlønartrygging. Hvørjar eru so tær almennu grundgevingarnar fyri nýggju rammulógini? Ein grundgevingin er, at um 20 ár orkar føroyingurin ikki at gjalda pensjónirnar, ið tá verða. Um 20 ár, og allíkavæl skal málið skundast ígjøgnum nú uttan at neyðug trygd er fingin fyri, hvat ið henda skal við verandi kapitaleftirlønaruppsparingum. Eg fái meg illa at trúgva hesum. Onnur grundgevingin er, at verandi kapitaleftirlønartryggingar geva ein stættamun, tá fólk verða pensjon-istar. Hvat ger tað um grannin hevur meiri pening enn ein sjálvur? Er kanska talan um øvundsjúku, ið her drívur verkið? Hví bøtir landsstýrið ikki um verandi møguleikar, ístaðin fyri at skipa soleiðis fyri, at øll noyðast undir somu skip-an? Grundarlagið undir verandi kapitaleftirlønum verður við hesum tikið burtur, og tað við sera ivasomum grundgevingum. Ein fær ta fatan, at talan heldur er um at keypa sær stemmur frá pensjonistunum. Við verandi skipan fer eftirverandi uppsparing, ið er á kapitaleftirlønartryggingum, til lívsarvingarnar, um ein fellur frá áðrenn alt er útgoldið. Við nýggju skipanini fellur einki til lívsarvingarnar, men fer beinleiðis í eina pulju, so aðrir pensjonistar kunnu fáa ágóðan av hesum. Hví skulu okkara egnu eftir-komarar ikki fáa henda ágóða? Tað fáa teir við verandi lóggávu. Tað eigur ikki at bera til í einum nútímans samfelagi, fyrst at leggja serstakt avgjald á fólk og síðani aftaná finna út av, hvussu peningurin skal brúkast. Hetta var í hvussu so er upprunaliga ætlanin, sum so varð broytt í gjár. Nú er ætlanin at innkrevja pensjónsgjaldið fyrstu ferð tann 1. oktober næsta ár. Føroyar høvdu dumpað sum rættarsamfelag, um innkrevjingin varð sett í verk tann 1. januar uttan at neyðug útgjaldslóg varð gjørd áðrenn. Tað verður oftani sagt, at vit hava heimsins einfaldastu skattaskipan. Mannagongdin í hesum máli vísir okkum, at skipanin eisini er heimsins vandamiklasta. Hon er so einføld, at nýggja innkrevjingin kann setast í verk eftir 10 til 15 arbeiðsdøgum. Spurningurin er, um vit kanska skuldi havt eina lóg, ið skal forða fyri at okkara politikkarar soleiðis misnýta skipanina. Svenning av Lofti 25 milliónir til løgtingshús meðan sálarsjúk eru heimleys Millum teirra, ið lótu við seg koma eftir at eg í morgunrásini í útvarpi Føroya týsmorgunin hevði talað søk teirra sálarsjúku, var tað ein klaksvíksingur, sum sendi mær eitt telefax. Svenning av Lofti formaður í Sinnisbata Millum teirra, ið lótu við seg koma eftir at eg í morgunrásini í útvarpi Føroya týsmorgunin hevði talað søk teirra sálarsjúku, var tað ein klaksvíksingur, sum sendi mær eitt telefax. Hann skrivaði: "Kanska kundu tygum skoytt óneyðugu "umvælingina" av tinghúsinum uppí endan." Ja, tað kundi eg havt gjørt, men í tí løtuni kom tað mær ikki til hugs. Sum eg havi skilt so eru 25 milliónir settar av á fíggjarlógini fyri 2001 til umbygging av telefonstøðini við Tinghúsvegin til umsitingarhøli hjá løgtinginum. Hetta verður gjørt uttan at blunka, samstundis sum 25-30 fólk eru strandað á psykiatrisku deildunum á landssjúkrahúsinum, tí tey ongan hóskandi bústað hava at fara í. Hesi fólk eru í veruleikanum í húsavarðhaldi á psykiatrisku deild. Men tað nívir ikki Føroya løgting. Jú onkran! Vónandi fleiri!! Teir hækkaðu sínar egnu lønir - fyri milliónaupphæddir! Teir umvældu tinghúsið fyri milliónaupphæddir! Teir hava sett 25 milliónir av á komandi fíggjarlóg til egnar skrivstovur! Men at sálarliga sjúk fólk eru heimleys nervar tey ikki! Til tey eru eingir pengar. Vit hava skrivað! Vit hava talað! Vit hava mótmælt! Tað er sum at sláa í eina dýnu! Tinglimir! Vaknið - vaknið nú. Setið nógvan pening av til tey sálarsjúku! Og gerið tað nú!!! ODDAGREIN: Kann gerast eitt dýrt prinsipp! Dagurin í dag verður sambært tí, sum er frætt, ein avgerandi dagur hjá P.f. Smyril Line, tí umboð fyri felagið skulu í dag tosa við týsku skipasmiðjuna, sum skal smíða tað nýgja skipið hjá felagnum. Fríggjadagin í síðstu viku varð greitt, at felagið megnaði ikki at útvega tann kapital, sum skipasmiðjan í Flensburg hevur kravt fyri aftur at fáa álit á føroyska skipafelagnum. Tað var neyvan væntandi, at landsstýrið fór at veita veðhald fyri einum láni, sum var 30 milliónir krónur til støddar. Hetta lánið skulu felagið sjálvt taka í eini loysn saman við Framtaksgrunninum og eini ætlan at tekna meiri partapening. Frammanundan høvdu Tryggingarfelagið Føroyar og Føroya Lívstrygging avgjørt ikki at seta 25 milliónir í hvør. Umframt tryggingarnar skuldi Framtaksgrunnurin koma við 25 milliónum. Við øðrum orðum eydnaðist tað ikki P.f. Smyril Line at útvega tær 75 milliónirnar, sum helst skulu til sambært krøvunum frá skipamsiðjuni, og tí tykist lagnan hjá felagnum at vera heldur ógreið. Flestu føroyingar hvukku óivað við, tá tað fyri eini viku síðani ljóðaði, at tað stóð ikki so væl til hjá P.f. Smyril Line. Vanlig hugsan millum manna var annars, at Smyril Line var rættiliga væl fyri fíggjarliga, tí felagið hevur havt avlop í fleiri ár. Nógvir føroyingar munnu harafturat halda nú - eftir at gongdin er lýst - at tað er løgið, at tey sterku tryggingarfelagini ikki kunnu seta 25 milliónir krónur í partapeningi, tí hvørt felagið hevur virði, sum liggja væl oman fyri milliardina. At landsstýrið fór at siga nei var væntandi, tí landsstýrið hevur ferð eftir ferð sagt, at tær fríu marknaðarkreftirnar skulu ráða. Velur landsstýrið henda politikkin, so má hann eisini galda fyri øll onnur feløg. Tað er rætt at seta sær mál og leggja ein ávísan politikk, men viðhvørt kann ein so avgjørdur politikkur eisini hava óhepnar avleiðingar. Ein av orsøkunum til ringu støðuna hjá Smyril Line vóru teir høgu oljuprísirnir. Kann tað hugsast, at Atlantsflog eisini kemur í eina óhepna støðu av teimum høgu oljuprísunum? Avkastið frá flúgvingini er lítið og einki, og fekk felagið ikki nakrar milliónir burtur úr tollfríu søluni, hevði úrslitið fyri í ár neyvan verið røttu megin null. Skal sama politiska linja haldast, skal landsstýrið heldur ikki uppí, um neyðugt verður hjá Atlantsflog at útvega pening ella veðhald! Í øllum førum, um prinsippið hjá landsstýrinum skal galda!!! Tað er kanska ein hypotetiskur spurningurin, men hevði tað verið samfelagsliga rætt at latið Atlantsflog farið? Avleiðingin hevði helst verið, at vit aftur fingu danskt monopol! Flúgvimonopolitð var dýrt! Og prinsippið hjá borgarliga landsstýrinum kann tí eisini gerast dýrt fyri føroysku tjóðina tá avtornar. Við hesum er avgjørt ikki sagt, at tað almenna eigur at veita eitt veðhald fyri 30 milliónir. Til tess er málið ikki nóg væl upplýst. Harafturat eigur spurnartekin at setast, hvussu burðardygg verkætlanin - ein ferja fyri 650 milliónir - er, tá oljuprísurin og okkurt annað nosið kom hana í vanda. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Klassikarin varð ein gysari Kyndil gjørdist fyrsta liðið, sum tók stig frá VÍF hetta kappingarárið, tá teir í einum sonnum braki spældu javnleik móti oddaliðnum Kyndil-VÍF 28-28 (16-16) Hondbóltur Tað mundi vera við stórum spenningi, at bæði havnarmenn og vestmenningar fóru í Ítróttahøllina uppi á Hálsi sunnudagin. Eftir stigatalvuni at døma, var kanska ikki so nógvu spenningur um dystin, men avrikini hjá Kyndli seinastu tíðina (burtur sæð frá H71-dystinum) boðaðu tó frá, at okkurt kundi spyrjast burtur úr dystinum. Eisini hóast tað var VÍF, sum stóð hinumegin miðlinjuna. Togaðu báðar vegir Longu fyrstu løtuna fingu áskoðararnir eisini fyrstu ábendingarnar um, at talan av sonnum kundi gerast um ein stórdyst. VÍF legði bragdliga fyri, og við vanliga ferðmikla spæli sínum royndu teir nærum at kvæla Kyndil. Kyndilsmenn tó skjótt fatur á rætta endanum, og hóast tað var VÍF, sum var á odda hesa løtuna, so var nervin tó framvegis sterkur í dystinum. Tað eydnaðist eisini at toga seg fram um vestmenningar, tá hálvleikurin var á leið hálvrunnin. Við stórspæli frá serliga Rúna Poulsen og Bjarna Wardum í álopspartinum, og við væl skipaðum verjuspæli lá Kyndil nú brádliga greitt omaná. Málmansavrikið frá Jens lá heldur ikki á láni, og tað var sjónligt á andlitsbrøgdunum hjá vestmenningunum, at talan væl kundi gerast um fyrsta tapið hetta kappingarárið. Hevði tað ikki verið fyri Bárð í málinum, so kundi munurin eisini gjørst væl størri enn tey fýra málini, sum tað ta einu løtuna var talan um. Millum annað fekk Kyndil onga úrtøku úr tveimum brotskøstum hesa løtuna, og eisina aðrar bjargingar vóru á skránni frá málverjanum, sum tóktist illa nøgdur um avrikið hjá liðfeløgunum úti á vøllinum. Eftir at hava gjørt nýtslu av sínum time-out, eydnaðist tó vestmenningum at toga seg inn aftur á Kyndil, soleiðis at teir høvdu togað seg upp á javnt, tá farið varð til hálvleiks. Eingin mansverja Var talan um ein javnan og spennandi fyrra hálvleik, so var seinni hálvi tímin tað ikki minni. Talan var ongantíð um meira enn tvey mál á muni, og tann sannroynd, at Kyndil hevði leiðsluna fýra ferðir, meðan VÍF sjey ferðir fekk lagt seg framum, sigur eisini alt um, hvussu javnt tað leikaði á. Fyri áskoðararnar var tað heldur ikki minni hugaligt, at hvørgin av venjarunum valdi at gera nýtslu av nakrari mansverju, soleiðis sum tað ofta verður gjørt í jøvnum dystum. Trýstið vaks Sum dysturin leið, var sjónligt, at trýstið á leikararnar á báðum liðum gjørdist alsamt størri. Áskoðarafjøldin kókaði, og meira enn tí einu ferðina vildu hesi hava onkran dómin broyttan, ella var tað kanska okkurt, sum ikki varð dømt. Leikararnir tóktust tó ikki at taka sær tign av hesum, men royndu í hvør sínum lag at avgera dystin. Nógv varð lagt fyri í bæði verju og álopi, og spurningurin tóktist bara vera, hvørt tað fór at eydnast øðrum partinum at geva mótstøðuni mønustingin. Høga leikferðin merkti kanska eisini, at møðin fór at gera seg galdandi. Kyndil misti nakrar heldru óneyðugar bóltar í álopsstøðu, men tíbetur fyri teir, gjørdu vestmenningar tað sama, so leysir sluppu teir á ongan hátt. Heilt spennandi mundi tað gerast hjá áskoðarunum, tá Kyndil fekk brotskast, tá støðan var 27-27. Eingin leikari tóktist at vilja halda seg framat, men endin gjørdist tó, at Hans Áki gjørdi bart, og sendi í kassan. Áki fekk tó javnvág í roknskapin aftur, men Kyndil hevði framvegis góðan minutt til seinasta álopið. Ein misskiljing førdi tó við sær, at bólturin varð tveittur burtur, og so fór VÍF í álop. Úrslitið av seinasta álopinum varð ein roynd frá tríggja metra strikuni, men hóast nær við, so eydnaðist ikki Sámali at fáa hendan bóltin í kassan. Báðir partar nøgdir Eftir dystin tóktust leikarar á báðum liðum at vera væl nøgdir um úrslitið. Vestmenningar, tí tað eftir øllum at døma verður ókeypir hjá teimum við hesum stigamissinum. Tá stigini verða býtt, verður rundað uppeftir, og missa teir ikki onnur stig, byrja teir endaspælið við fullum stigatalið. Kyndilsmennn vóru eisini væl nøgdur um avrik sítt. Teir høvdu prógva, at tað ikki er ógjørligt at taka vestmenningar. Ikki minst man hetta hava stóran týdning hjá teimum sálarliga. Áskoðararnir - Jú teir kundu heldur ikki annað enn vera nøgdir. Teir hvødu verið vitni til eitt satt brak av einum hondbóltsdysti, har spenningurin alla tíðina var í hæddini. At dysturin so eisini varð avgreiddur í góðum ítrottaranda mundi heldur ikki gera heildarmetingina verri. Allir gjørdu sítt Tað kann kanska vera heldur torført at toga nakran eistakan leikara fram um aðrar í dystinum, tí fyri ein stóran part var talan um eitt satt liðavriki hjá báðum pørtum. Tað er tó merkisvert, at Áki Olsen gjørdi tíggju mál, nú hann av álvara tykist vera komin fyri seg. Í onkrum førum sá tað nærum ov lætt út hjá honum, men skotið hevur hann sum fáur. Eisini Ingi hevði ein góðan dag, og fekk hann pláss at skjóta, varð hetta eisini gjørt uttan nakað roks. Hjá heimaliðnum var tað kanska serliga Bjarni, sum gjørdi nógv um seg í álopspartinum, men eisini er vert at leggja til merkis, at verjan nú tkist at vera komin rættiliga upp á pláss. Samspælið við Jens Skipagøta riggar eisini betri og betri, og tá hann so eisini í fleiri førum bjargaði royndum frá einsamøllum vestmenningum, lá hansara partur so avgjørt ikki eftir. Teir leikarar, sum ikki eru nevndir her, skulu tó avgjørt ikki gloymast. Teirra leiklurtur lá so avgjørt ikki eftir. Heldur kann tað sigast soleiðis, at samanlagda úrtøkan av royndum teirra gjørdist, at 300 áskoðarar vórðu vitni til besta dystin higartil hetta kappingarárið. Dysturin í tølum Málskjúttar: Kyndil: Bjarni Wardum 7(2), Rúni Poulsen 6, Hans Áki Dal-Christiansen 5(1), Jónleif Sólsker 3(1), Heini Bendtsen 3, Uni Wardum 2, Regin Petersen 1, Janus Einar Sørensen 1 VÍF: Áki Olsen 10, Ingi Olsen 8, S'mal Joesen 5, Johnny Joensen 3, Agnar Joensen 1, Martin Hummeland 1 Brotskøst: Kyndil 7, VÍF 1 Útvísingar: Kyndil 4, VÍF 3 Dómarar úr Tjaldri: Dánjal Hansen og Kári Hansen. Hóast ferðmikil og spennandi, so tóktist dysturin teimum lættur at døma. Ikki minst, tí spælararnir á báðum liðum heldur royndu at nýta orkuna til at spæla hondbólt, heldur enn at sýna misnøgd mótvegis dómarunum. Carl Eli Nolsøe Samuelsen - jakup@sosialurin.fo Anand og Khalifman út í umdyst Í New Delhi, India, er spenningurin í hásæti nú fjórðingsfinalurnar í Fide HM eru leiktar. Bert bretin Michael Adams hevur vunnið sær sæti í hálvfinaluni, meðan hini trý plássini mugu avgerast við umdystum. Talv: Fide heimsmeistarin frá 1999, Alexander Khalifman úr Russlandi, vil ei víkja fyri trifremsta telvaranum í heiminum Viswanathan Anand úr India. Í fyrsta talvinum teirra millum har Khalifman hevði svarta fólkið, fekk hann lættliga javnt, og sunnudagin bleiv úrslitið somuleiðis javnt. Khalifman hevur ment seg øgiligt síðani hann í fjør óvæntað vann Fide HM, og nú á døgum verður hann mettur millum tíggju teir fremstu í heiminum, sjálvt um ratingtal hansara liggur um 2660. Torført er at siga um hann megnar at basa Anand í kviktalvsumdystinum, eftirsum hesin er kviktalvsekspertur, men møguleikan hevur hann so. Kviktalvsumdystirnir blivu leiktir mánadagin eftir evstamark. Grischuk og hinir Vinnarin av 3rd Tórshavn International russin Alexander Grischuk, hevur verið størsta yvirraskilsi í Fide HM. Hann er ein av teimum átta í kvartfinaluni, og skal somuleiðis út í kviktalvsumdyst eftir tveir javnleikur ímóti franskmanninum Vladislav Tkavhiev. Sera flott av tí 17 ára gamla Grischuk sum saman við javnaldranum Ruslan Ponomariov, verður spáddur eina stjørnubjarta framtíð innan topptelving. Spaniólin Alexei Shirov var í trupulleikum undan seinna talvinum ímóti Evgeny Bareev, somuleiðis úr Russlandi. Bareev vann nevnliga fyrra talvið og krav Shirovs varð sostatt at vinna tað seinra. Shirov vísti seg, ikki óvæntað, frá sínari bestu síðu í hesum seinna talvið og stutt sagt knústi frá hond í einum klassiskum álopstalvi. Tískil verður umdystur teirra millum, og Shirov er helst favorittur. Seinna talvið sum Shirov vann, er við í blaðnum í dag. Tann einasti ið kom snikkaleysur í hálvfinaluna varð bretin Michael Adams. Hann vann tað fyrra talvið og leikti tað seinna javnt ímóti Veselin Topalov úr Bulgaria. Adams leikar ímóti vinnaranum av Anand-Khalifman umdystinum- í hálvfinaluni, meðan hin hálvfinalan verður millum tveir av hesum fýra telvarum: Shirov, Bareev, Tkachiev og Grischuk. Fide HM byrjaði 25. november og síðsta talvið verður leikt 27. desember. Finalan verður flutt til Teheran, Iran. Føroyingar á odda í Danmark 1. lið hjá Talvfelagnum Føroyum í keypmannahavn liggur á odda í 3. deild í donsku liðkappingini. Útisetaliðið vann sunnudagin enn ein stórsigur, hesaferð 5,5-2,5 ímóti Ballerup, sum annars vóru tvey stig framanfyri føroyska liðnum undan dystinum. Tríggir dystir hava føroyingarnir telvað, og eru tveir av teimum endaðir 6-2, meðan hesin triði kærkomni sigurin gav teimum hálvtsætta stig. Liðið var: John Arna Nilssen (remis), Heina Olsen (tapti), Flóvin Tór Næs (vann), Eyðun Nolsøe (remis), Bogi Ziska (remis), Heini Danielsen (vann), Carl Eli Nolsøe Samuelsen (vann) og Finnbjørn Vang (vann). Eins og í føroysku liðkappingini er jólasteðgur í danskari liðtelving, og byrjað verður aftur miðskeiðis í január 2001. Talvið hesa vikuna Shirov,A (2746) - Bareev,E (2702) Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo StÍF snávaði Strandingar førdu við seks málum eitt skifti í seinna hálvleiki, men Neistin svaraði aftur, og dysturin vendi brádliga. Havnamenn tóku strandingar á bóli og vendu tapinum til ein tvey máls sigur StÍF-Neistin 24-26 (16-12) Hondbóltur Tað vóru nakrir sera vónbrotnir strandingar, sum fóru úr høllin á Skála sunnudagin. Teirra lið hevði ført við fýra málum við steðgin, og StÍF økti eisini leiðsluna upp í seks mál í seinna hálvleiki. Hóast tað fór StÍF tómhent avstað aftur. Neistin tók sær brádliga um reiggj í seinna hálvleiki og hálaði alt inn aftur eftir lítlari løtu. Eftir stóðu strandingar eitt sindur ovfarnir av neistamonnum, sum vunnu við tveimum málum, og teir eru avgjørt við í stríðnum um heiðursmerkini. Við hesum sigrinum hava teir víst, at dugur er í teimum, og teir fara ikki at vera afturút sigldir í hesum kappingarárinum. StÍF steðgaði upp Seinastu tjúgu minuttirnar fekk StÍF bara eini tvey mál, og einki vildi ber til hjá teimum. Neistin var flúgvandi hesa løtuna. Vit hildu okkum hava vunnið dystin, tá vit førdu við seks málum, og so lítil tíð var eftir, sigur málverjin hjá StÍF, Jóhan Danielsen. StÍF var eisini væl betri í byrjanini og eitt petti inn í seinna hálvleik, men ein dystur er í 60 minuttir vísir Jóhan á, og spælast skal allatíðina. Jóhan Danielsen heldur, at orsøkin til, at dysturin brádliga vendi, er, at teir mistu nógvar bóltar í uppspælinum, tá teir vóru á veg frameftir. Soleiðis fekk Neistin fleiri álop móti endanum, har teir vóru einsamallir við málverjanum. Tað var sostatt ikki vánaligt verjuspæl, sum hevði við sær at StÍF dragnaði, men heldur vánaligt álopsspæl, heldur Jóhan Danielsen. Hann leggur afturat, at málverjin hjá Neistanum stóð ómetaliga væl móti endanum. Harafturat brendi heimaliðið eisini trý brotsspørk í dystinum. StÍF enn størsta hóttanin Í løtuni er VÍF í einum flokki fyri seg, men StÍF er framvegis tann størsta hóttanin hjá vestmenningum hóast tapið í dag. Okkurt bendir kanska á, at StÍF hevur mist stevið við hesum ósigrinum, tí slíkar leiðslur mugu ikki tveitast fyri borð, um teir skulu gera sær nakrar vónir um at koppa VÍF av trónuni. Vit trúgva avgjørt enn uppá, at vit kunnu vinna meistaraheitið. Tá vit vunnu FM seinast, vóru vit fleiri stig aftanfyri enn vit eru nú, so tað ber sjálvandi til. Kyndil hevur eisini víst í hesum leikumfarinum, at tað ber til at spæla upp við vestmenningar, sigur Jóhan Danielsen. Tá komið er í helvt verður helvtin av stigunum tikin frá øllum liðunum, tískil verður leiðslan hjá VÍF ikki eins stór og hon er nú. Neistin er framvegis á fimta plássi, men vandi var fyri, at um teir ikki vunnu í dag, høvdu teir verið eitt fitt petti aftanfyri tey fremstu liðini. Teir halda tó framvegis grannarnar úr Kyndli og H71 í stuttum tjóðri, og kunnu verða ein hóttan. Dysturin í tølum Málskjúttar: StÍF: Jón Rasmussen 4, Artur Johansen 4(1), Marius Joensen 4, John Petersen 4(1), Leivur Justinussen 3, Costin Dumitrescu 3, Kristjan Petursson 2 Neistin: Jákup Sverri Kass 7(3), Jacob Jónsson 6, Ári Rouch 4, Ræni Slættanes 4, Áki Mørk 3(1), Regin Didriksen 1, Helgi Justinussn 1 Brotskøst: StÍF 5, Neistin 5 Útvísingar: StÍF 5, Neistin 5 Diskvalifikatión: Neistin 1 (3x2 minuttir) Dómarar úr H71: Kristian M. Skála og Petur S. Dahl Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Stjørnan tók sær av løttum Í einum nakað deydligum dysti vann Stjørnan sera sannførandi á Sóljuni í Klaksvík. Úrslitið vísir, hvussu stórur munur er á toppinum og botninum í føroyskum kvinnuhondbólti. Eingin ivi tykist tó at vera um, at slagið um FM verður millum Stjørnuna og VÍF Stjørnan-Sóljan 29-14 (13-6) Hondbóltur Tað tykist ikki vera nakar ivi millum hondbóltsáhugað, at antin Stjørnan ella VÍF fer at vinna FM í ár, hóast kappingin ikki er hálvrunnin enn. Stjørnan tók enn eitt stig til at endurvinna meistaraheitið, tá øll mótstøða frá Sóljuni varð kveistrað til viks uttan stórvegis hóvasták. Sóljan og Stjørnan møtast aftur í Klaksvík týskvøldið í steypakappingini, men fremst í huganum hjá klaksvíkskvinnum er óivað dysturin móti VÍF næsta vikuskiftið í Vestmanna. Deydligur dystur Stjørnan legði hart út og lat ongantíð nakran iva vera um, hvør skuldi hava tey tvey stigini. Tí var spenningurin ikki tann stóri millum áskoðararnar. Heldur ikki var dysturin av teimum best spældu. Nógv álopsmistøk vórðu gjørd av báðum liðum, og fleiri málmøguleikar fóru fyri skeytið. Vit kundu havt fingið nógv fleiri mál, og vit vóru nakrir ordiligir brennivargar, sigur Sólvá Eystberg hjá Stjørnuni. Stjørnan valdi ikki at mansverja Simonu Dziugyte, sum er størsta álopshóttanina hjá Sóljuni. Tær vardu í eini skeivari 5-1 skipan, har Joan M. Joensen vardi frammanfyri. Vesna Tomajek spældi bara eina heilt lítla løtu í seinna hálvleiki, tí hon hevur ein lítlan skaða, men hon vísti, ta løtuna hon spældi, at hon er ein tann vandamiklasti spælarin, sum Stjørnan eigur. Andriana Milodanovic er heldur ikki við. Hon hevur júst fingið gipsið av aftur beininum, og hon byrjar ikki at venja av álvara fyrr enn síðst í næsta mánaði. Sólva Eystberg metir, at dysturin móti VÍF næstu vikuskiftið verður sera avgerandi, men hon avskrivar als ikki VB enn, tí tær kunnu vera sera tungar at syfta á heimavølli. Stórur munur Dysturin var merktur av, at Sólja fekk fleiri spælarar vístar av vølli. Einaferð vóru tríggjar útvístar í senn, soleiðis at Sóljan bara spældi við trimum útileikarum. Har var ikki nógv at gera. Vit hava trupulleikar við at koma nóg skjótt aftur í verjustøðu eftir álop, sigur Albert Ellefsen, venjari hjá Sóljuni. Hann vísir á, at ein av orsøkunum til, at hansara lið fekk so nógvar spælarar riknar av vølli kann vera, at tær í miðal eru minni enn hinar, og tí mugu tær stríðast. Ein stórur trupulleiki hjá okkum er eisini, at vit hava ongar spælarar, sum skjóta við vinstru hond. Tað er eitt stórt handikap í okkara álopsspæli, sigur Albert at enda. Dysturin í tølum Málskjúttar: Stjørnan: Annika Ljósstein 7(1), Anna K. Samson 6, Vesna Tomajek 5, Bára Skaale 4, Joan M. Joensen 4(1), Sólvá Eystberg 2(1), Una Olsen 1 Sóljan: Simona Dziugyte 4(1), Sólja Nielsen 3, Hertha Simonsen 3, Marjun Jørgensen 2, Heidi Haraldsen 2 Brotskøst: Stjørnan 8, Sóljan 3 Útvísingar: Stjørnan 2, Sóljan 7 Dómarar úr StÍF: Pole Hansen og Justines Justinusen Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Kyndil varð hølvað av Kyndil megnaði bert at fylgja VÍF í gott korter. Eftir hetta var spurningurin bert, hvussu stórur sigurin hjá útiliðnum skuldi verða Kyndil-VÍF 15-34 (8-14) Hondbóltur Líkt er til, at kvinnuliðið hjá Kyndli er í svárari kreppu í løtuni. Liðið, sum seinnu árini hevur havt fast pláss á føroysku hondbóltstindunum tapti aftur sunnudagin, og VÍf fór ikki fram við mýkindum, tá tær fingu møguleikan at vinna stórsigur. Fóru niður við høvdinum Fyrstu løtuna var annars ikki nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um nakran uppvísingardyst hjá gestunum. Kyndil fekk beinan vegin fatur á í verjupartinum, og hóast tað onkuntíð tóktist tungt í álopspartinum, so megnaðu tær so nøkunlunda at fylgja við í málskjótingini. Tað tóktist tó, sum um tað bert var ein spurningur um tíð, fyrr enn kreftirnar hjá heimaliðnum fóru at ganga undan, og hetta hendi eisini, tá fyrri hálvleikur var farin at halla. Seinastu løtuna undan steðginum øktu vestmannagenturnar úr 7-6 upp í 14-8, og tá Kyndil so bert fekk eitt mál fyrsta korterið av seinna hálvleiki var lagt upp til ein ordiligan umgang. Endaliga støðan gjørdist, at 19 mál vóru á muni, og tað man í øllum førum vera langt síðani, at Kyndil hevur tapt somikið dyggiliga. Tað tóktist tó ongantíð, sum um kyndilskvinnurnar vildu gera nakað serliga fyri at forða stórtapinum. Gaman í høvdu tær vææl fatur á fyrstu løtuna, men tá tær so mistu takið, fóru tær eisini niður við høvdinum. Stríðsviljin, sum ofta hevur havt so nógv at siga á liðnum var at kalla burtur, og tí slapp VÍF rættiliga at hóreiggja sær. Við fullari ferð Fyri VÍF tykist sigurin bert at vera enn eitt fet á leiðini móti gullmerkjunum, sum tær í løtuni er greiðir favorittar at vinna, tó at Stjørnan helst eisini ætlar sær at siga okkurt orðið her. Spælið hjá VÍF tykist í øllum førum at gerast betri fyri hvønn dyst, sum gongur. Verjan riggar væl, eins og álopsparturin kanska er hin sterkasti í landinum. Serstakliga eru tað mongu skjótálpini, sum gera sítt til, at mótstøðuliðini verða koyrd niður. Bæði kropsliga og sálarliga, men yvirhøvur tykist talan at vera um eina væl virkandi heild, sum tað verður sera torført hjá hinum liðunum at basa. Komandi vikuskiftið verður helst avgjørt, hvat av teimum báðum oddaliðunum skal halda vetrarfrí á fremsta plássinum. Tá kemur Stjørnan til Vestmanna, og lítið er at ivast í, at tað her verður talan um ein sannan toppdyst við øllum tí, sum har til hoyrir. Torført at gera nakað við Fyri Kyndil var talan um triðja tap á rað, og felags fyri hesi er, at talan í øllum førum hevur verið um greið tap. Tað byrjar at likjast eini sannari kreppu, og venjarin hjá kyndilskvinnunum, Birgir Hansen, vil heldur ikki avsannað, at so er. Kreppa er kanska eitt heldur sterkt orð at býta, men tað er greitt, at trý tap av hasum slagnum ávirka leikararnar, heldur hann. Vit hava eisini havt sera vánaligar umstøður seinastu tíðina. Skaðar hava gjørt sítt, og heldur ikki hava allar fingið vant við fullari ferð, tí forðingar av ymsum slag hava stungið seg upp. Tá man so samstundis spælir móti teimum trimum fremstu liðunum, so kann tað nærum ikki verða øðrvísi. Hvussu Kyndil kann úr aftur kreppuni, hevur venjarin sum so onga beinleiðis uppskrift upp á. Kanska er tað gott hjá okkum, at vetrarfrítíðin nú fer at nærkast. Tá fáa vit so eitt sindur av hvíld, og tað hava leikararnir helst gott av. Áðrenn hetta hava vit tó nakrar dystir at avgreiða, og ikki minst hevur tað stóran týdning, at vit vinna fjórðingsfinaluna í steypakappingini, har vit skulu hitta Neistan. Umframt fjórðingsfinaluna, skal Kyndil eisini royna seg móti Neistanum og Tjaldri í landskappingini, og einki er at taka seg aftur í, at hesir dystir skulu vinnast, um Kyndil ætlar sær at hanga í hinum liðunum. Lætt verður tað undir ongum umstøðum, og serliga man tað vera sálarliga, at kyndilsliðið skal reisa seg. Um tær megna hetta, er tað tó bert tíðin, sum kann vísa. Dytsturin í tølum Málskjúttar: Kyndil: Signhild Petersen 4, Jórun Ludvig 4, Jensia Petersen 3, Brynhild Klein 2, Ann Hansen 1, Anita Kjærbo 1 VÍF: Sóleyð Mikkelsen 9(5), Nicoleta Radu 7, Ioana Rapa 6, Fríða Marjunardóttir 5, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 4, Johanna Høgnesen 2, Randi Kúrberg 1 Brotskøst: VÍF 5 Útvísingar: Kyndil 3, VÍF 1 Dómarar úr Tjaldri: Dánjal Hansen og Kári Hansen. Tað hevði verið ynskiligt, um teir revsaðu harðari, tá spælarar verða dømdir fyri at halda. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo VB fekk lætt spæl Kyndil hevði einans seks útileikarar við til Vágs, og tí kundi tað ikki annað enn enda við tryggum sigri til VB, tá liðini hittust fríggjadagin VB-Kyndil 33-19 (20-13) Hondbóltur Tað var ongantíð líkt til, at talan skuldi gerast um nakran spennandi dyst millum VB og Kyndil, tá liðini hittust fríggjadagin. Støðan hjá kyndilsvenjaranum var nevnliga alt annað enn góð undan dystinum. Fleiri avboð komu í evstu løtu, og tískil taldi leikarahópurin bert átta leikarar. Tvær til at verja málið og seks útileikarar. Orkaðu ikki Dysturin gekk tí á leið soleiðis, sum ein kundi væntað. Fyrstu løtuna megnaði Kyndil at fylgja við, men tá útskiftingar ikki kundu gerast, fór møðin skjótt at gera seg galdandi, og seinastu løtuna av fyrra hálvleiki leyp VB avstað, uttan at Kyndil hevði nakran sum helst møguleika at fylgja við teimum. Í seinna hálvleiki kundi VB taka sær av løttum, og her nýttu tær høvið til at nýta allan beinkin, soleiðis at allar sluppu at fáa nakað av dystarvenjing. Fylgja við Við sigrinum gjørdi VB sítt til, at tær enn hava so nøkun lunda samband við bæði VÍF og Stjørnuna. Enn er teirra møguleiki í gullstríðnum ikki heilt burturi, men fyri at røkka hesum verður eisini neyðugt at vinna á onkrum av ovaru staddu liðnum. Fyrta høvi til hetta verður ikki fyrr enn í januar mánaði, tá Stjørnan kemur á vitjan í Vági. Fyri Kyndil var her talan um mittasta dystin í eini viku, sum úrslitaliga skuldi gerast ein sonn katastrofa fyri liðið. Eitt er, at tær í VB hittu eitt mótstøðulið, sum í ár tykist vera heldur betri fyri enn havnarliðið, men at koma suður við bert seks útileikarum kann ikki metast sum nøktandi fyri nakran av pørtunum. Serliga ikki tá talan er um eitt somikið stórt felag sum Kyndil. Dysturin í tølum Málskjúttar VB: Rannvá Augustinussen 7, Regina Radó 7(1), Gurið Mortensen 6(1), Andrea Lütz 5, Sórun Krosslá 4(1), Eyðbritt Krosslá 2, Margri: th Augustinussen 1, Mary Krosslá 1 Kyndil: Signhild Petersen 5(3), Jórun Ludvig 5, Anita Kjærbo 4, Jensia Petersen 3, Brynhild Klein 2(1) Brotskøst: VB 5, Kyndil 6 Útvísingar: VB 2 Dómarar úr Tjaldri: Dánjal Hansen og Kári Hansen Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo KÍF gjørdi bart Tað bragdaði endilig hjá kollfirðingum, tá teir leygardagin vitjaðu hjá H71, men avgerandi hendingin í dystinum átti heldru at verið til fyrimuns fyri heimaliðið H71-KÍF 21-28 (11-12) Hondbóltur Tað er kanska ikki so løgið, um kollfirðingar eru av teirri fatan, at tað als ikki hevði verið órættvíst, um okkurt annað lið enn teirra átti niðasta sessin í fremstu mansdeildini. Í nógvum av dystunum, sum teir hava spælt, hevur tað riðið um snarið, men so at siga hvørja ferð hava teir koritni verið við undirlutan. Givið upp hava teir tó á ongan hátt, og at teir fyri stuttum fingu enn ein útlendskan leikara til landið, boðar eisini frá, at teir ætla sær annan leiklut enn tann at verða botnlið. Skiftandi í fyrra Nýggi leikarin, Ilian Topic, nýtti heldur ikki langa tíð um at prógva, at hann av álvara skal roknast sum ein styrkur hjá kollfirðingum. Við teimum báðum útlendsku á bakkplássunum hevur KÍF eisini fingið størri breidd í bakspælið, og fyrsta korterið ella so var eisini líkt til, at hetta skuldi gera av við hoyvíkingarnar. So við og við komu teir á heimaliðnum tó betri við í dystin. Bæði verja og álop hingu væl betri saman, og teir fingu nú rættiliga fatur á kollfirðingum. Fram um megnaðu teir tó ikki at vinna seg, men hetta var einamest einum væl leikandi Óla Kristian Djurhuus í málinum fyri at takka. Reytt kort hjálpti skeiva liðnum Seinna hálvleik gekk at kalla javn á alla tíðina. Spælið var kanska ikki so væl skipað, men fáu áskoðararnir í høllini fingu um ikki annað ein sera spennandi dyst at síggja. Stórur var munurin ongantíð, og spenta støðan gjørdi eisini, at spælararnir løgdu alsamt meira orku í dystin. Tá einir tíggju minuttir tók ein støða seg upp, sum í roynd og veru avgjørdi dystin. Ein skuldi kanska hildið, at eitt reytt kort til KÍF skuldi givið heimaliðnum fyrimun, men heldur varð tað øvugt. Hetta hendi, tá Kristjan Madsen varð ov seinur eftir Halli Danielsen. Úrslitið varð reytt kort til Kristjan, men hendingin østi samstundis Halgir somikið nógv, at hann samstundis noyddist tveir minuttir á beinkin. Næstu løtuna gjørdu kollfirðingar trý mál á rað, og tá so Stefan Dorofte eisini varð útvístur fyri heldur óneyðugt at toga í mótleikara, var tað sum um korthúsið hjá hoyvíkingum datt saman. Hóast eisini kollfirðingar fingu tvær útvísingar, so noyddust hoyvíkingar nú at forserað í álopsspælinum, og uttan stórvegis hóvasták kundu gestirnir gera sær dælt og avgera dystin. Allir dystir telja Við sigrinum sluppu kollfirðingar nærri hinum liðunum í botnstríðnum, men umframt hetta, lætti hann helst eisini um sálarliga trýstið á kollfirðingarnar. Meira enn ta einu ferðina hava teir verið sera óhepnir ikki at fáa stig, men ein slíkur dystur kann ikki annað enn styrkja teir í trúnni um, at við við málrættaðum arbeiði ber til at koma burtur av aftasta sessinum. Hoyvíkingar mistu hinvegin eitt gott høvi til at nærkast onkrum av fremru liðunum. Tað hava annars verið fleiri tekin um, at tað kanska fór at eydnast teimum at blanda seg, men skal tað gerast veruleiki, er neyðugt, at leikararnir í nógv størri mun standa saman. Ikki bert tá tað er okkurt av ovaru liðunum, sum stendur hinu megin miðlinjuna, men so sanniliga eisini tá lægru støddu kappingarneytarnir skulu basast. Dysturin í tølum Málskjúttar: H71: Anfinn N. Debess 5, Halgir Dahl Olesen 4, Hallur Danielsen 3, Johnny Duurhuus 2, Janus Joensen 2, Rene Dahl Olesen 2, Stefan Dorofte 2, Tróndur Vatnhamar 1 KÍF: Iljan Topic 9, Dorica Tomic 7(3), Vagnur Johannesen 4, Petur Martin Johansen 3, Kistjan Madsen 2, Jákup Dam 2, Fríðrik Joensen 1 Brotskøst: H71 2, KÍF 4 Útvísingar: H71 5, KÍF 4 Diskvalifikatión: KÍF 1 (Beinleiðis reytt) Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen. Dugdu væl at halda linjuna ígjøgnum dystin, og komu yvir høvur væl frá uppgávuni. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo ÍF snávaði eisini í Klaksvík Tað gjørdist ein sera spennandi oddadystur í KÍ-høllini, tá ÍF kom á vitjan hjá Mjølni, men tað vórðu enn eina ferð klaksvíkingarnir, sum drógu longra stráðið Mjølnir-ÍF 3 - 1 (25-20, 25-19, 20-25, 25-23) Flogbóltur, menn Lagt var upp til ein spennandi oddadyst í KÍ-høllini, og hann vóru vit ikki snýtt fyri, og longu undir upphitingini legði ein merki til, at tað var nakað serligt í luftini, og at bæði liðini fóru at leggja alla orku í at vinna dystin. Og tá sá ikki út til, at jugoslavisku tvíburðarnir, sum leiktu á hvør sínun liðið, kendu hvønn annan. Liðini fóru stavn um stavn í fyrsta setti upp til støðuna umleið 15-15, men so kláraði Mjølnir at sníkja seg framum, og hesa leiðsluna hildu teir eisini fram til endan á settinum, sum teir vunnu 25-20. Seinasta partin av settinum sá tað út til, at ÍF-leikararnir ikki rættuliga trúðu upp á ein sigur, og tí taptu teir eisini fleiri tápulig stig. Mjølnir betri Annað settið hevði Mjølnir alla tíðina tamarhald á støðuni, sjálvt um liðini partvíst fylgdust. ÍF kom ongantíð rættuliga við í leikin, og góða verjuspælið, sum ÍF fyrr hevur verið kent fyri, kom ongantíð rættuliga fram. Í hesum settinum vann Mjølnir nógv miðjuálop við Trúgva Poulsen, - sum er sera drúgvur - og við unga Hjalta Josephsen, sum tekur seg meira og meira fram. Mjølnir vann settið 25-19. Vend í Um tað var Mjølnir sum undirmetti ÍF í triðja setti, ella tað var ÍF, sum tók seg saman, er ringt at meta um, men eysturoyingarnir løgdu seg klárt á odda frá byrjan og komu á odda umleið 10-2 beinan vegin. Odd Eliasen, sum var við fyri fyrstu ferð í ár, var komin inn á liðið at heva í hesum settinum, og tað vísti seg, at hann ikki hevði gloymt allar snildirnar enn. Hetta var líkasum við til at bróta rútmuna hjá Mjølni, og tað vísti seg eisini, at Kenneth Neshamar, ÍF, sum higartil ikki hevur víst ta stóru slagstyrkina frammi við netið, kom meira inn í dystin og gjørdist ein størri hóttan. Og eisini Jan Áki Olsen hjálpti ÍF væl á miðjuni hetta settið, og hetta var ein stórur styrkur. ÍF helt leiðsluna alt settið og vann trygt 25-20. Borko bleyta serv Lagt var nú upp til eitt spennandi 4. sett, og tað gjørdist endin á settinum eisini. Mjølnir førdi ímóti endanum 23-18, men á ein ella annan hátt megnaði ÍF at kempa seg upp á 23-23, tá Mjølnir vann bóltin aftur og kom framum 24-23. ÍF hevði tá sterkasu uppstilling frammi við netið - Boban, Kenneth Neshamar og Jan Áka Olsen. Men við sínum stóra kunnleika til flogbólt, so velur Borko hjá Mjølni at serva eina bleyta servu yvirum netið, og til alla ólukku fyri ÍF, so er tað ongin sum tekur ábyrgd og tekur ímóti hesum bólti, sum fellur beinleiðis í gólvið, uttan at nakar nertur við hann. Og Mjølnir vann settið 25-23 og harvið dystin 3-1, til stóra frøi fyri leikararnar og áskoðararnar. Og Mjølnir liggur framvegis á odda í kappingini. Bogi Isaksen, Mjølnir Vit høvdu væntað at vunnið dystin í dag, men spælið koyrdi til tíðir ikki av tí besta, men tá so ÍF ikki tekur sær fyrimun av hesum, og eisini leikar illa, so var tað bara gott. Í triðja setti - settið sum vit taptu - vóru móttøkurnar út av lagi vánaligar, og tað var ringt at fáa spælið at hanga saman. Og Borco hevði kanska ikki ein av sínum bestu døgum. Vit rokna við at koma enn betri frá seinni hálvu, og ætla at taka The Double í ár, tí um vit kunnu vinna á liðunum, tá vit leika illa, so dugi eg ikki at síggja, at nakað av hinum liðunum skal kunna vinna á okkum. Rúni Weihe, umboðsmaður Fram Vit eru keddir av, at eingin dómari frá okkum møtti í Klaksvík, og er hetta nakað sum vit taka til viðgerðar innanhýsis í komandi viku. Men hetta undirstrikar enn einaferð, at dómaratrupulleikin er ein trupulleiki, sum feløgini og FBF mugu taka upp til nærri viðgerðar innan alt ov langa tíð. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Mjølnir aftur í oddinum Mjølnir gjørdi sum væntað bart, tá tær á heimavølli royndu seg móti ÍF. Eingin ivi var nakran tíð um, hvønn veg dysturin fór at koppa Mjølnir - ÍF 3 - 0 (25-14, 25-17, 25-16) Flogbóltur kvinnur Hóast ÍF-liðið hevur víst framgongd í ár, so gjørdist bitin í Klaksvík ov stórur. Vælleikandi Mjølnir-liðið vann ein tryggan sigur, og tað var ongantíð ivi um, hvat var tað betra liðið. Føroyameistararnir komu lættliga ígjøgnum dystin, og vunnu 3-0. Fyrsta settið endaði 25-14, og var tað sum ikki einaferð eitt vælleikandi Mjølnir-lið, sum vísti tær bestu dygdirnar. Vera Larsen - sum leikti libero - hevði sera góðar móttøkur, og tá hetta grundleggjandi elementið er í lagi, so er tað eisini eitt spæl at vera hevari, um ein dugir at nýta hesar móttøkunar- og tað dugir Marjun Kalsø við sínum drúgvu royndum. Anna góðar servur Í dystinum vísti Anna Jacobsen eisini gott spæl, og vóru tað serliga servurnar hjá henni, sum ÍF hevði stórar trupulleikar av, og tí var trupult hjá teimum at fáa nøkur rættulig álop í lag, men tað sá út sum um tær bert royndu at fáa bóltin yvir um netið aftur til Mjølnir. Men hetta hjálpti lítið, tí hinumegin stóðu Tina Jacobsen og Sonja Ravnsfjall - sum nú slær betri enn fyrr - klárar at hamra bóltin í góvið aftur. Í dystinum slapp Berit Norðoy - miðjuleikari - eisini at royna seg rættuliga, og kom hon væl frá leikinum, tá hon var innskift fyri Tinu Jacobsen. Berit hevur í ár havt støðuga framgongd. Eins trygt og Mjølnir vann tað fyrsta settið, so vann Mjølnir eisini tey bæði næstu ávikavist 25-17 og 25-16. Hjá ÍF var besti leikari enn einaferð Helen á Lækjuni, sum hevur drúgvar royndir á landsliðnum. Randi Larsen, ÍF Leygardagin høvdu vit ein av okkara vánligu døgum, og tað vísir seg, at vit ímóti Mjølni altíð hava stórar trupuleikar, tí Mjølnir altíð hevur havt eitt gott grundspæl, og hetta manglar hjá okkum. Komandi leygardag skulu vit leika ímóti TB á Kambsdali, og seinasta dyst ímóti teimum vunnu vit 3-2 í einum sera spennandi dysti, so henda dystin leygardagin gleða vit okkum til, tí hetta verður ein dystur, sum bæði liðini vilja vinna fyri einhvønn prís. Marjun Kalsø, Mjølnir Vit leiktu sera væl í dag, og vóru uppsettar upp á at vinna á ÍF. Eisini vil eg rósa okkara trúgvu áskoðarum, sum eisini í ár hava stuðlað okkum sera væl. Mál okkara er nú fyrst og fremst at vinna hitt finaluplássið í steypafinaluni. Komandi vikuskifti skulu vit til Havnar at leika ímóti Fleyr, sum altíð er spennandi, tí tað vísir seg, at øll vilja vinna á Føroya-meistarunum. Men vit hava onga jólagávu við til Havnar, sjálvt um vit eru í jólahýri. tíðindaskriv - jakup@sosialurin.fo Einstaklingakapping á bita og í ringum Komandi leygardag verður kapping í amboðsfimleiki hildin í Høllini á Stórheyggi í Havn Fimleikur Høllin á Stórheyggi verður á miðdegi leygardagin 16. desember karmur um einstaklingakapping í amboðsfimleiki. Havnar Fimleikafelag hevur boðið øllum fimleikafeløgunum í landinum at luttaka. Hesi feløg hava meldað til: Støkk, Ljósið og Havnar Fimleikafelag. Føroysku amboðs-fimleikararnir hava seinastu árini spurt eftir kappingum afturat teimum báðum "FM fyri lið" og "FM fyri einstaklingar". Tíksil hevur Havnar Fimleikafelag tikið stig til at teir fimleikarar, ið eru 14 ár og eldri og venja til FM í amboðsfimleiki, fáa høvi at hittast í einstaklinga-kapping. Tríggjar kappingar verða í vetur: Byrjað verður leygardagin 16. desember kl. 12. Næsta kappingin er sett til 13. januar 2001 og triðja tann 10. februar 2001. Allar tríggjar kappingarnar verða hýstar í høllini á Stórheyggi. Bygnaðurin í kappingini er, at leygardagin kappast geturnar á bita og dreingirnir í ringum. 13. januar er kappingin á gólvi - bæði fyri gentur og dreingir - og 10. februar eru lop um hest á skránni. Feløgini, ið meldað hava til fyrstu kappingina eru: Støkk, Ljósið og Havnar Fimleikafelag. Tey byrja kl. 12 og roknað verður við at kappast verður í umleið hálvan annan tíma. Almenningurin hevur sjálvsagt møguleika at skoða einstaklingakappingina í amboðsfimleiki. Kostnaðurin er kr. 50,- fyri vaksin og kr. 20,- fyri børn. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Strævið hjá VB Dysturin millum VB og Tjaldrur, sum skuldi spælast sunnudagin, varð avlýstur, og januar mánaði verður nú sera strævin hjá VB Hondbóltur Hóast ítróttarliga gongdin hjá VB hevur verið hampuliga góð seinastu tíðina, so eru tey alt annað enn væl nøgd fyri tíðina har suðuri. Orsøkin er, at tað ikki eydnaðist at avgreiða dystin móti Tjaldri sunnudagin, og at tað tískil er líkt til, at liðið skal spæla ikki færri enn sjey dystir í januar mánaði. Hetta er treytað av, at VB vinnur komandi fjórðingsfinaluna í styepakappingini, har tær skulu hitta Tjaldur. Ringt veður Orsøkin ,til at dysturin varð útsettur, var, at runavíkingar mettur veðrið vera ov ringt til at fara suður, og tí vórðu avboð send vágbingum. Annars hóttu dómaraviðurskiftini eisini við at avlýsa dystin, men sum vit hava skilt, so var hetta tó fingið í rættlag, so dysturin kundi avgreiðast. Dennis Holm sigur vegna VB, at tey hava sent Hondbóltssambandinum bræv, har tey gera vart við sína ónøgd um, at dysturin soleiðis er útsettur, men enn vita vit ikki, hvørja støðu HSF hevur til hetta. Orsøkin til ónøgdina er fyrst og fremst, at tey í VB ikki meta, at veðrið var somikið vánaligt, at tað gjørdi ferðingina hjá Tjaldri somikið strævna, at dysturin skuldi avlýsast av teirri orsøk. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo TB smurdi Fossánes av Fossanes eigur enn fyrsta settið í meistaradeildini til góðar. Um vikuskiftið taptu tær greitt fyri TB Fossánes-TB 0 - 3 (5-25, 11-25, 14-25) Flogbóltur kvinnur TB-liðið leikti upp til sítt besta, tá tær leygardagin vitjaðu Fossánes, sum ongantíð kom rættuliga fyri seg eftir ta skelkandi byrjanina, sum liðið fekk í fyrsta setti. TB, sum hetta settið leikti væl og hevði sera góðar servur, vann heili 25-5, og er hetta ov nógvur munur, tá ein veit, at Fossánes kann klára seg betur. Men einki virkaði í móttøkunum hjá Fossánesi, og sum tíðin leið, virkaði tað sum um hugurin til at betra um úrslitið datt burtur. 2. og 3. sett Í øðrum og triðja setti var eitt sindur meira av dysti ímillum liðini, men tað sær út til, at TB eftir góða úrslitið seinasta vikuskifti ímóti Drátti, har tær bert taptu 3-2 ímóti oddaliðnum, er betur fyri og ætlar sær at verða við í kappingini um eina betri plasering, enn liðið hevur nú. TB vann tey bæði næstu settini 25-11 og 25-14. Á TB-liðnum skal eingin vera tikin framum nakra aðra, men besti leikari hjá Fossánesi henda dagin var Lena í Buð, sum verður ein betri og betri leikari fyri hvønn dyst. Óli P. Eymt skip Tað er við blandaðum kenslum fylgt verður við Norrönu Mikudagur 13. des. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Pappírið verður nú endurnýtt IRF og Eiðis Kommuna hava gjørt avtalu um, at Eiði verður royndarbygd í nýggjari ætlan, har ein sonevndur pappírsposi verður latin hvørjum húsarhaldi at koyra papp og pappír í. Posin verður heintaður fjórðu hvørja viku Umhvørvi Eiði verður royndarbygd í nýggju pappírsskiljiætlanini hjá IRF. Royndartíðin verður frá 19. december í ár til 3. apríl komandi ár. Eftir umbøn frá IRF hevur bygdarráðið á Eiði játtað at luttaka í hesi royndarskipanini við pappírsinnsavningini, sum nú fer í gongd. At talan er um eina royndarskipan, kemst av, at IRF vil vera so væl fyrireikað sum gjørligt, áðrenn farið verður í gongd av álvara. Soleiðis at teir trupulleikar, sum altíð vilja verða við eini nýggjari skipan, kunnu roynast í eini vanligari bygd og so rættast, so hvørt teir vísa seg. Royndin á Eiði fer at vera í fyrsta ársfjórðingi av 2001. At tað júst er Eiði, sum vald er út til royndarkoyringina, kemst av, at Eiði varð vald Føroya reinasta bygd í fjør. Tí varð hildið so líkatil, at royndin varð gjørd har. Heiman fyri brennistøðina hjá IRF á Hagaleiti verður bygd ein høll, har pappír og papp skal skiljast til endurnýtslu. Eins og vanligt er í londunum uttan um okkum, ætlar IRF nú eisini, at nýtiligt burturkast skal koma aftur til heiður og æru her heima. Jarn og tílíkt, sum brúkast kann aftur, verður sum er flutt av landinum til endurnýtslu. Nú er so eisini ætlanin, at papp og pappír skal skiljast við tí fyri eyga at kunna brúkast aftur. Nú er tað so, at fólk hava vant seg við, at alt burturkast verður beint burtur hvørt um annað. Tí verður tað ein broyting, sum nú verður, tá pappírið skal brúkast aftur. Broytingin verður í høvuðsheitinum, at nú skal burturkastið skiljast. Reint papp og pappír skal koyrast í ein serligan posa, sum IRF fer at bera í hvørt hús á Eiði ein av komandi døgunum. Fólk skulu so venja seg við at skilja frá tað, sum skal í hendan posan, meðan annað burturkast sum vanligt fer í gamla posan. Á nýggja posanum, sum borin verður út, fer at standa nágreiniliga, hvat skal í hann. Soleiðis fer tað at lætta væl um hjá fólki, nú tey fyrstu tíðina skulu venja seg við nýggju skipanina. Ein onnur broyting í hesum sambandi verður, at fjóðru hvørja viku, tá hesin pappírsposin verður heintaður, verður vanligi ruskposin ikki tikin. Tí verður neyðugt hjá fólki at hugsa seg væl um, tá ruddað verður. Ansast má eftir, hvussu beint verður burtur, soleiðis, at bert tað, sum mest neyðugt er, fer í posan hesar báða vikurnar, hann kemur at standa. Er til dømis okkurt turt og reint, sum kortini ikki skal í pappírsposan, eigur tað at verða sett við síðuna av vanliga ruskposanum. IRF hevur bingjupláss í øllum bygdum. Soleiðis eisini á Eiði. Har hevur bingjuplássið bara staðið opið, og fólk eru so komin við ruski, tá til bar. Tað hevur eisini riggað væl, og reint og nossligt hevur verið rundan um. Nú verður tó ein týðansi broyting. Tí nú verður bingjuplássið bara opið ávísar tíðir í vikuni. Men so verður afturfyri fólk á staðnum, sum kann leiðbeina fólki og siga teimum, hvar tað ymiska ruskið skal koyrast. Upplatingartiðirnar eru lýstar í skrivi, sum hvørt húsarhald á Eiði hevur fingið. Eitt sokallað ruskhefti, IRF Ruskhefti 2001, verður sent út í samband við endurvinningarætlanina. Fyribils verður heftið sent hvørjum húsarhaldi á Eiði í samband við royndarskipanina. Men ein faldari fer at verða sendur hvørjum húsi í landinum, tá endaliga skipanin fer í gongd komandi vár. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Venus fær rullitanga Línuskipið Venus fær rullitanga ísettan umframt aðrar smærri ábøtur, sum nú verða gjørdar Fiskivinna Línuskipið Venus úr Sandavági skal gerast friðaligari at vera umborð á. Skipið fær ísettan rullitanga, ella stabilisatortanga sum tað eisini verður nevnt. Venus er við at verða gamal skip. Hann nærkast teimum 40, og eru tí eisini ábøtur neyðugar av og á. Skipið er fyrr yvirdekkað og hevur fingið nýggja brúgv. Nú verður tað turrdekkað. Tað vil siga, at lensiportrini verða typt, so eingin sjógvur kemur á dekkið. Eisini eru onkrar aðrar smærri, soleiðis meira vanligar umvælingar, sum skulu gerast, nú skipið kortini er á sleipistøð. So sum máling og slíkt. Rullitangin á Venusi verður settur oman á yvirdekkið fram móti mastrini. Spælið, sum har er, verður so flutt fram á bakkan. Væntandi fer alt arbeiðið, sum nú verður gjørt, at kosta út í móti milliónini, metir reiðarin. Annars hevur árið, ið nú er um at fara, ikki verið fult so gott, sum tað kundi verðið. Venus varð klassaður í januar. Men longu 11. februar breyt hann motorin og legðist lamin. Brekið varð so umvælt, men helt stutt. 11. mars var aftur galið. Sama brekið aftur. Men síðan hevur verið í lagi, og fiskiskapurin hevur verið sum hjá hinum. Men hetta fyrsta kvartalið kostaði nakað av pengum, letur reiðarin at. Mars og Vesturtúgva hoyra eisini til sama reiðarí sum Venus. Mars er ikki til fiksiskap. Hann verður brúktur sum hjálparskip í oljuvinnuni í Norðsjónum. Vesturtúgva samtrolar við Grønanesi úr Vestmanna, og tað hevur gingið hampiligt í ár. Men nú um vikuskiftið seinast vóru teir fyri tí óhappi at missa trolið. Kortini sluppu teir við skrekkinum, tí eftir at báðir bátarnir høvdu dreggjað í einar sjey tímar, fingu teir trolið aftur. Teir vistu alla tíðina, hvar trolið lá, greiðir reiðarin frá. Tí >>sensorarnir<< virkaður og søgdu frá, hvar trolið var. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Fíggjarligt tíðarrit Kaupthing Føroyar er farið undir útgávu av einum mánaðarligum greinaritið, Útlit og rák, har hendingar og útlit innan fíggjarmarknaðin eru í miðdeplinum Íløgufeløg Í tíðindaskrivi frá Kaupthing verður sagt, at endamálið við greinaritinum er at geva kundum og øðrum áhugaðum innlit í hendingar innan fíggjarmarknaðin. Umframt at taka saman um tað, sum er fyrifarið seinasta mánaðin, verður í Útlit og rák eisini lagdur dentur á, hvørja ávirkan hendingarnar koma at hava á ymsu marknaðirnar. Vanligt aðrastaðni Hetta er annars ein táttur, sum er vanligur í útlandinum, har øll tey størru íløgufeløgini hava tíðarrit, sum verða send kundum og øðrum. Tey flestu av hesum verða tó bert givin út eina ferð um ársfjórðingin, og tí eru hesi kanska meira afturlítandi, heldur enn at rák og útlit verða viðgjørd, soleiðis sum gjørt verður í tíðarritinum hjá Kaupthing. Fjølbroytt innihald Í stuttum kann sigast um fyrstu útgávuna av Útlit og rák, at innihaldið er rættiliga fjølbroytt. Serliga tá hugsað verður vavið, sum er 13 síður. Hetta letur seg gera, tí tilfarið í flestu førum er stutt og greitt skrivað, heldur enn at djúpar analysur av støðuni verða framdar. Nortið verður við gongdina á altjóða fíggjar- og virðisbrævamarknaðinum, eins og lánsbrøv og gongdin í rentuni verður umrødd. Tað, sum hevur fingið mest umrøðu í hesum fyrsta blaðnum, er norðurlendski partabrævamarknaðurin, har fleiri av stóru norðurlendsku virkjunum verða umrødd í stuttum. Hetta seinasta pettið er kanska tað, sum hevur størstan almennan áhuga, men yvirhøvur er talan um væl úr hondum greidda útgávu, ið eftir ætlan skal gevast út á hvørjum mánaði. Eitt, sum fyri íleggjararnar kundi havt áhuga, men sum ikki er við í ritinum, er, hvussu gongdin hevur verið innan ymsu íløgubólkarnir hjá íløgufelagnum. Hjá smærri íleggjarunum vil hetta aloftast vera økið, sum hevur størstan áhuga, so síggjast kann, hvussu gongst við innskotinum, men hetta er so ikki við í fyrstu útgávuni. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Dánjal Jákup tók øll av bóli Leygardagin skipaði ÍSB fyri árligu jólakappingini Jólakapping 13 svimjarar og 36 bocciaspælarar úr øllum landinum vóru komin til Havnar í illveðrinum at royna seg. Svimjikappingin var í Eysturskúlanum, og eftir kappingina vórðu Durita Strøm úr Havn og Símun Petur Zachariasen úr Klaksvík kosin til bestu svimjarar í kappingini. Beinta Sørinsen av Viðareiði, ið hevur tikið seg nógv fram, varð kosin til ársins stjørnuskot. 10 ára ganli strandingurin vann Seinni um dagin varð kappast í boccia. Kappingin var í tveimum flokkum - menningartarnað og rørslutarnað kappaðust hvør sær. Elvin Weihe úr Runavík, sum er støðugasti bocciaspælarin í landinum, vann kappingina fyri menningartarnað. Unga havnargentan, Esther Maria Poulsen, gjørdist heldur óvæntað nummar tvey, og kappingarhugaði Theodor Esmar Hansen úr Kollafirði gjørdist nummar trý. Bocciakappingin fyri rørslutarnað varð sera spennandi. Hetta var kapping á høgum støði, og teir báðir norðurlendsku meistararnir, Jógvan Telling og Áki Joensen, vóru millum luttakararnar, og vórðu teir sjálvsagt roknaðir sum favorittar at vinna kappingina. Tá ið kappingin var lokin, stóðu dómararnir tó sum kánus. Vinnari av kappingini gjørdist 10 ára gamli strandingurin, Dánjal Jákup, sum bert hevur vant í slakar tríggjar mánaðir. Ein sjáldsama gávaður drongur! Á øðrum plássi endaði Hjallgrímur úr Vestmanna, sum hevur gjørt sera stór framstig seinasta árið, meðan føroyameistarin, Jóannes Ziska, gjørdist nummar trý. Bygdarráðið í Leirvík skipað Leirvíkar Bygdarráð hevur á fundi mánadagin 11. desember skipað seg soleiðis: Sjúrður Eliasen, borgarstjóri, Tórhild Bjarkhamar, varaborgarstjóri. Í fíggjarnevndini sita: Sjúrður Eliasen, formaður, Poul Andrias Joensen og Guðrið Lava Olsen. Í teknisku nevnd sita: Poul Andrias Joensen, formaður, Joen Magnus Rasmussen og Tummas Justinussen. Í trivnaðarnevndini sita: Tórhild Bjarkhamar, formaður, Guðrið Lava Olsen og Randi í Jógvanstovu. Eivør Pálsdóttir við nýggjari fløgu Eivør Pállsdøttir hevur saman við sínum tónleikavinum úr Ivory innspælt fløgu niðri í Danmark. Eivør Pállsdøttir hevur saman við sínum tónleikavinum úr Ivory innspælt fløgu niðri í Danmark. Eftir eitt lítið hugnaligt prát við Eivør Pállsdóttir og Mikael Blak, hevur man hesumegin tastaturin fingið eitt lítið innlit í hesa komandi útgávuna. Talan er um eina solo-útgávu við Eivør Pállsdøttir og ikki Ivory. Denturin, á fløguni er lagdur á vokal ella sang, har tekstur hevur meir at siga fyir sjálvt lagið. Og ikki sum Ivory, har improvisatión er ein stórur partur av heildini, og røddin verður brúkt sum eitt instrument. Í sept. næsta ár er ætlanin, at Ivory skal í studio yviri í USA; Jack DeJanet, ein kendur jazztónleikari, verður framleiðari. Gestatónleikarar á hesi komandi fløguni eru Tróndur Bogason, ljómborð; Kim Enk Zorde, guitaristur úr Danmark. Eisini hava limir úr Fótatraðk, kvøðið við í einum lagi og Hans Jacob á Brúnni kvøður og syngur eisini við. Húsan til fløguna hava Niels Galan og Uni Árting gjørt. Peningaligi høvuðsstuðulin í sambandi við hesa útgávuna er Kaupthing. Aðrir, ið hava stuðlað eru; FJM, Fjølrit, Gøtu Kommuna, Gramex úr Danmark, Mentunnargrunnurin, Shell, Smyril Line. Sum so nógv onnur hevur Eivør nokk altíð havt eitt ella annað við sang og tónleik at gera. Men fá hava eina so góða og vakra sangrødd. Hon hevur sungið nógv; fólka -og vísusang, í kirkjukórið, pop/rokk, fólka/jazztónleik, og hevur hon eisini gjørt egin løg, harav nøkur er við á hesi komandi útgávuni. Serliga tað síðsta árið við Ivory hevur verið hendingaríkt. Tilfarið á tí komandi fløguni er í høvuðsheitum úr hesum tíðarskeiðnum. Annars er fløgan ein endurspegling av tí tónleikaligu ferðini Eivør hevur verið ígjøgnum. Sangirnir eru natúrliga valdir. Ivory hevur spælt saman í bara eitt ár. Í byrjanini spældu tey standard jazz, men í tí síðsta hálvárinum er tónleikurin nógv broyttur og vorðin nógvar ferðir meiri spennandi. John Purcell, heimskendur tónleikari úr USA, hevur nokk í hesum førinum verið ein alstór hjálp við vegleiðing og íblástri. Eftir at hava hoyrt Ivory, kom hann á vitjan í Føroyum við tí fyri eyga at hjálpa bólkinum frammá. Og tað hevur hann eisini gjørt. Eftir hansara vitjan var týðuligur munur at síggja. Hesi ungu fólkini blivu nógv djarvari og livdu seg meir inn í tónleikinum; fingu nokk eitt sindur av sjálvsálitið afturat. Og tað er bara veldugt. Limirnir í bólkinum hava lært eina rúgvu, meðan tey hava verið í studio. Mest sum allur tónleikurin er innspældur "live", ella beinleiðis. Hetta krevur sjálvsagt meir av samanspælinum í bólkinum og tað gevur eisini sjálvum tónleikinum nakað serligt. Hvønn dag í eina viku hava tey verið í sama rúmið og hava, í grundini, gjørt tað sama; innspælt tónleik. Og ofta varð tað midnátt, áðrenn dagurin í studiounum varð liðugur. Annars vil bólkurin senda ein serliga tøkk til Focus Recording við Hans Nielsen. Tað var so, at beint áðrenn tey skuldu fara í studio fyri fyrstu ferð, varð Mikael Blak so óheppin at skera seg í fingurin av einum Victorinox-knívi. So hann kundi ikki spæla í eina heila viku. Hans Nielsen fekk síðan tillagað tímarnar í studionum til ta næstu vikuna, so tey sluppu frammat. Tilfarið spennir seg vítt. Frá vanligum vøkrum fólkasangum til kvæði og Kingo. Tey flestu løgini eru heimagjørd, har yrkingar av kendum føroyskum rithøvundum, verða brúktar. Sangirnir eru natúrliga valdir og eru allir á føroyskum; burtursæð frá tí eina sanginum, ein Kingo Sálmur, sum Hans Jacob á Brúnni úr Fuglafirði syngur. Hann kvøður eisini í kvæðnum "Í Gøtu ein dag". Við er eisini ein útseting av sanginum "Áh, kundi á tíðarhavi" hjá Hanus Johansen . Tann eina tekstin hevur móðir Eivør, Sædis Eilifsdóttir skrivað. Hetta hevur týtt sera nógv fyri ta ungu songkvinnuna. Eivør fór úr 9. flokki at spæla tónleik og hevur fingið stuðul heimanífrá til tess. Hetta hevur havt alstóran týdning, sigur Eivør. Hendan útgávan verður uttan iva eitt spennandi íkast til føroyskan tónleik. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Fjaldu hernaðarliga útbygging Ríkisumboðsmaðurin ráddi dønum til at siga ósatt fyri føroyingum, tá amerikumenn skuldu hava radarstøð í Føroyum. Ráðini vórðu fylgd Ríkisumboðsmaðurin í Føroyum, Niels Elkær- Hansen, helt tað vera best, at føroyingar ikki vistu alt um hernaðarligu útbyggingina, sum fór fram í fimti- og sekstiárunum. Elkær-Hansen ráddi á einum fundi í danska uttanríkisráðnum embætismonnum og heryvirmonnum at fjala sannleikan um hernaðarútbyggingar fyri føroyingum. Hetta var í sambandi við, at amerikumenn skuldu hava Tropo-Scatter-støðina í Føroyum, sum ikki var tað sama sum NATO-støðin. Hetta kemur fram í ískoytisfrágreiðingini til ávegisfrágreiðingina um føroyska leiklutin í kalda krígnum. Jákup Thorsteinsson, søgufrøðingur, hevur skrivað frágreiðingina. Fjaldu virksemi Á fundinum í uttanríkisráðnum í 1961 var eingin føroyingur til staðar, men bert danskri embætismenn, heryvirmenn og ríkisumboðsmaðurin. Evnið á fundinum var Tropo-Scatter-støðin, sum amerikumenn helst vildu hava í Vágum, tí har var flogvøllur. Av politisku orsøkum vildi Petur Mohr Dam, løgmaður, ikki góðtaka, at ein nýggj hernaðarlig støð varð bygd í Føroyum, men kravdi hana fjalda í virkseminum á Sornfelli. Niels Elkær-Hansen segði á fundinum í uttanríkisráðnum, at ein nýggj støð í Vágum fór at skapa øsing og trupulleikar. Um mann hinvegin sigur við føroyingar at ein útbygging av NATO-støðini var neyðug, fór tað neyvan at hava við sær stórvegis trupulleikar. At eitt minni tal av amerikumonnum skuldu arbeiða á støðini fór heldur ikki føra til mótmæli, segði Elkær-Hansen. Danskar avgerðir Jákup Thorsteinsson, søgufrøðingur, vísir á, at hetta er eitt skjalprógvað dømi um, at Elkær- Hansen gav fundarluttakarunum tey ráð, beinleiðis at siga ósatt og dylja sannleikan fyri føroyingum, og hesi ráð vóru fylgd. Avgerðir vórðu tiknar Føroyum viðvíkjandi, uttan at føroyingar á nakran hátt vóru umboðaðir. Hetta er eitt slag av hjálandastýri, sum her kom til sjóndar, sigur Jákup Thorsteinsson í frágreiðingini. Tað er ikki tí, at Føroyar statsrættarliga vóru eitt hjáland, men tí at tann lógin, sum lýsir Føroyar sum eitt sjálvstýrandi fólkasamfelag í danska ríkinum eisini hevur ta áseting, at kompetansan hjá føroyskum myndugleikum var avmarkað í teimum førðum, tá altjóða avtalur og skyldur vóru galdandi. Ríkismyndugleikarnir høvdu avgerðarrættin í spurningum, sum viðvíkja sambandinum millum danska ríkið og útlandið. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Byggja nýtt missiónshús í Klaksvík Í gjár hevði missiónshúsið Emmaus í Klaksvík 80 ára føðingardag, og stýrið fyri húsið fyrireikar bygging av nýggjum húsi Um eini tvey ella trý ár vónar stýrið fyri missiónshúsið Emmaus, at nýtt hús verða klárt at taka í nýtslu. 80 ára gamla húsið við Uppsalagøtu er vorið ov lítið til virksemið, sum er í húsinum, og tí er húsastýrið farið undir at fyrireika byggingina av nýggjum húsi. Tekningarnar eru um at verða lidnar, og ætlanin er at fara at planera økið í vár, sigur Jákup Olsen, sum er ein av teimum fimm í stýrinum. Nýggja missiónshúsið skal byggjast beint oman fyri tað gamla húsið. Gamla húsið skal brúkast til tey nýggju eru klár. Síðani verður tað tikið niður, og økið skal brúkast sum parkeringspláss. Emmaus er 80 fermetrar, men tað nýggja húsið verður meira enn tvífalt so stórt - um 200 fermetrar. Vit hava ov lítið pláss sum er. Serliga í sambandi við barna- og ungdómsarbeiðið eru umstøðurnar ikki nóg góðar - tað er ov trongligt, sigur Jákup Olsen. Alfred Petersen legði lunnarnar Tað var Alfred Petersen, trúboðari, sum tók stig til byggingina av Emmaus. Hetta hendi stutt eftir, at hann var komin til Klaksvíkar í 1919. Alfred Petersen varð umvendur eftir ein hending undir Íslandi. Teir vóru við slupp, og har hoyrdi hann ein maskinbát, men sá einki. Hann spurdi hinar menninar, um teir hoyrdu nakað, men tað gjørdu teir ikki. Hesa merkisverdu hending skrivaði Alfred sær upp í dagbókina. Tá teir nakað seinni komu aftur á Trongisvágsfjørð, hoyrdi hann sama maskinbátin. Pápi hansara var umborð, og tá fekk Alfred boðini um, at beiggi hansara var deyður av einum óhappi, tá teir vóru og skutu fugl. Alfred spurdi pápa sín, hvønn dag teir høvdu verið við maskinbátinum og skotið, og tað passaði saman við hendingina undir Íslandi, tá hann hoyrdi maskinbátin. Hildu dagin Í 1919 fekk Alfred Petersen eitt kall um at fara til Klaksvíkar at virka. Hetta hendi undir einum gongutúri í Vágum. 28. juli 1919 fór Alfred Petersen til Klaksvíkar at virka sum trúboðari, og longu árið eftir varð nýggja missiónshúsið tikið í nýtslu. Hetta var triðja missiónshúsið í landinum. Síðani hevur Emmaus verið karmur um andaligt virksemi av ymsum slagi, og húsið er lítið broytt hesi nógvu árini. Um vikuskiftið var hátíðarhald í sambandi við runda dagin, og ein 80 fólk vóru komu til tiltakið. Har vóru nógvar heilsanir bornar fram, og fólk greiddu eisini frá gomlum døgum og hendingum, sum hava samband við Emmaus. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Brúka skeivt heitið um læknastríðið Tað er misvísandi at kalla læknastríðið fyri Klaksvíksstríðið, heldur borgarstjórin í Klaksvík Ein av søguligu hendingunum í Klaksvík eftir seinna heimsbardaga er læknastríðið, sum skapti spenta støðu í Klaksvík. Men hóast stríðið var um viðurskifti á Klaksvíkar sjúkrahúsi, eru tað summi sum kalla hetta Klaksvíksstríðið. Og tað hóvar ikki borgarstjóranum í Klaksvík. Tað er misvísandi at kalla tað Klaksvíksstríðið, tí tað var ikki nakað stríð um Klaksvík. Stríðið hevði sín uppruna í niðurpíningini av Klaksvíkar sjúkrahúsi og eigur at verða nevnt, sum rætt er, læknastríðið, sigur Jógvan við Keldu. Eg havi mangan biðið blaðfólk og høvundar um at lata vera við at nevna tað Klaksvíkstríðið, men tað sæst og hoyrist javnan - seinasta dømi er í eini spurnarkapping á eini av mest vitjaðu síðunum á internetinum. Eg vænti ikki, at fólk fara at nevna tað læknastríðið, bara tí eg sigi tað, men tey áttu at hugsa um, at tað er misvísandi og skeivt at brúka heitið Klaksvíksstríðið, sigur borgarstjórin í Klaksvík meginpartin av áttati og nítiárunum. ek Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Kular Røtur í vetrarhýri Nýggj fløga við Kulum Rótum og Trølla-Pæturi er komin út. Reyði tráðurin á fløguni eru vetraligar yrkingar um trøll, prinsar, huldumenn og prinsessur Stóra hittið í føroyskum tónleiki í løtuni eru Kular Røtur, og nú eru røturnar aftur aktuellar við nýggjum tónleiki. Fløgan Kular Røtur og Trøllapætur er júst komin út, og á fløguni eru nýggju skeringar við nýggjum sangum - ella øvugt. Hetta er triðja fløgan við Kulum Rótum seinasta árið, og tær báðar undanfarnu hava verið sannar landaplágur. Kular Røtur hava givið børnum og ungum sangir sum Hon er omma mín, Bilurin hjá okkum, Hundur mín Kingoson og Flippuna, og hvør veit, um onkur nýggjur slagari goymir seg á hesi fløguni. Trøllsligt Seinasta fløgan var rættiliga modernað - yrkingar og tónleikur vóru á bylgjulongd við gerandisdagin hjá børnum ár 2000. Nýggja fløgan heldur fast um nútímans popptónleik sum grundarlag, men hesaferð eru yrkingarnar meira ævintýrligar. Steintór Rasmussen og Niklas Heri Jákupsson hava skrivað tekstirnar, og teir snúgva seg um trøll, prinsar og prinsessur, huldufólk og kongar. Fyrsti sangurin á fløguni er ein nýggjur jólasangur. Somu sangarar Fólkini aftan fyri hesa fløguna eru tey somu, sum hava verið við á undanfarnu fløgum hjá Kulum Rótum. Sangarar eru Jógvan Hansen, Arnfríð Lutzen, Brandur Enni, Trølla-Pætur og unga Rannvá Lutzen, sum tekur seg alt meira fram sum sangari. In-G hevur produserað tónleikin, og hann hevur skrivað løgini saman við Niklas Hera Jákupssyni Jógvan á Høvdanum, yngri, hevur gjørt tekningarnar til kápuna, og tað er Studio Pegasus, sum gevur fløguna út. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Eg ætli ikki at skerja rættin hjá fakfeløgunum Tað er púra ørt at siga, at ætlanin er at taka rættin frá fakfeløgunum at fara í verkfall, sigur Bjarni Djurholm. Eru fakfeløgini komin til ta niðurstøðu, at ætlanin er at skerja teirra rættindi, hava tey fullkomiliga misskilt málið. Tað sigur Bjarni Djurholm, Landsstýrismaður í vinnumálum. Vit hava biðið hann um viðmerking til tær hørðu atfinningarnar, sum fakfeløgini hava ført fram ímóti uppskotinum, sum vinnumálastýrið hevur gjørt, um, hvussu ósemjur á arbeiðsmarknaðinum skulu loysast hereftir. Sum hann greiðir frá aðrastaðni í blaðnum, heldur hann, at fakfeløgini hava bæði miskilt og yvirtulkað ætlanina. Fakfeløgini hava funnist hvassliga at landsstýrismanninum, tí tey halda, at ætlanin hjá honum er at taka grundarlagið undan fakfeløgunum við at skerja verkfalrsrættin og samráðingarrættin. Men hesum vísir landsstýrismaðurin aftur. Tað passar ikki, at ætlanin er at skerja rættindini hjá fakfeløgunum, tí tað er als ikki tað, sum liggur í kortinum. Hava fakfeløgini uppfatað uppskotið soleiðis, er tað antin tí, at tey vilja uppfata tað soleiðis, ella tí, at tað er ov illa orðað. Og er uppskoti ov illa orðað, skal tað ikki taka okkum nógvar minuttir at rætta tað, sigur Bjarni Djurholm. Er tað so heldur ikki rætt, at eftir nýggja uppskotinum fær semingsstovnurin heimild til at útseta verkfall at kalla í tað óendaliga? Nei, tað er ikki rætt. Semingsmaðurin fær heimild at útseta verkfall í tvær vikur. Men í heilt serligum gørum, tá ið samfelagslig virði eru í vanda, kann hann útseta verkfallið í tvær vikur afturat. Landsstýrismaðurin sigur, at lesa fakfeløgini tað øðrvísi, er uppskotið helst ov illa orðað, men tað tekur ikki langa tíð at rætta tað. Hann leggur afturat, at eru ivamál um, hvørjar heimildir semingsmaðurin skal hava, ella um atkvøðugreiðslurnar í fakfeløgunum um semingsuppskot, ber tað til at útgreina tað meiri í uppskotinum, áðrenn tað verður lagt fram. Er uppskotið ov illa orðað, skal eg taka skyldina uppá meg. Men so ber til at hyggja at tí, og at orðað uppskotið øðrvísi, sigur Bjarni Djurholm. Hann sigur, at lógin, sum í gildi nú, er frá 1928 og spurningurin er um tað ikki er neyðugt at dagføra hana. Í tí sambandi hava vit hugt eftir, hvussu viðurskiftini eru í okkara grannalondum, Og eg haldi, at tað er løgið, at føroyski arbeiðsmarknaðurin ikki kann liva undir áleið somu treytum, sum arbiðsmarknaðuin í grannalondunum ger, tí tey vera mett at vera ímillum heimsins bestu samfeløg. Hvør ræður í Føroyum? Bjarni Djurholm fýlist eisini á framferðina hjá fakfeløgunum, tí hann heldur, at tað kann sáa iva um, hvør tað er, sum ræður í Føroyum. Fakfeløgini brúka hetta málið at hótta politisku flokkarnar við, tí tey rógva uppundir, at teir flokkar, sum atkvøða ímóti hesum uppskotinum, skulu fáa stuðul frá feløgunum á næsta vali. Spurningurin er, hvør tað er, sum ræður í Føroyum, antin tað eru teir fólkavaldu politikararnir, ella um tað eru fakfeløgini og aðrir áhugabólkar, sum ráða. Hann sigur, at hansara uppgáva er at orða lógaruppskot, og tað hevur hann gjørt í hesum føri. Og tá ið uppskotið er orðað, er tað sent teimum til hoyringar, sum tað ávirkar. Og tað haldi eg, er í fullum samljóði við tær demokratisku mannagongdir, sum eru, sigur Bjarni Djurholm. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Bjarni Djurholm: Eg eri púra paff Eg hevði ikki væntað, at eg skuldi blíva ákærdur fyri bæði eitt og annað fyri tað um eg havi sent fakfeløgunum eitt uppskot til ummælis, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálin er heilt ovfarin av atfinningunum, hann hevur fingið frá teimum føroysku fakfeløgunum teir seinastu dagarnar. Fyri fjúrtan døgum síðani sendi hann fakfeløgunum eitt nýtt uppskot til ummælis um, hvussu ósemjur á arbeiðsmarknaðinum skulu loysast hereftir. Men tað skerst ikki burtur, at aftursvarið frá fakfeløgunum hevur verið ógvuliga avgjørt Eg hevði ikki væntað at eg skuldi blíva heglaður ígjøgnum og ákærdur fyri bæði eitt og annað, bara tí at eg sendi fakfeløgunum eitt uppskot til ummælis, sigur Bjarni Djurholm. Hann sigur, at tað, sum fakfeløgini hava gjørt, er at leggja hann undir at hava ætlanir, sum hann ikki hevur og, sum fullkomiliga eru tiknar úr leysum lofti. Fakfeløgini hava m.a. skuldsett Bjarna Djurholm fyri at provokera fakfeløgini og fyri at vilja taka grundleggjandi rættindi frá feløgunum, nevniliga rættin til at samráðast og rættin til at fara í verkfall. Tað, sum fakfeløgini sipa til, er í stuttum, at eftir nýggja uppskotinum, fær semingsstovnurin í vissum førum heimild til at útseta arbeiðssteðgir. Somuleiðis fer tað hereftir at verða truplari hjá fakfeløgunum at vraka eitt semingsuppskot. Fakfeløgini átala eisini, at Vinnumálastýrið ætlar at smoyggja nýggjar reglar niðuryvir høvdið á arbeiðsmarknaðinum við lóg - reglur, sum arbeiðsmarknaðurin ikki vil vita av. Bjarni Djurholm sigur, at fakfeløginmi hava bæði misskilt og yvirtulka ætlanirnar í uppskotinum. Eg havi als ongar ætlanir um at smoyggja nakað niðuryvir høvdið á nøkrum. Tað er júst tí, at eg havi sent feløgunum uppskotið til ummælis. Hann vísir á, at hann hevur sent áleið 50 fakfeløgum, áhugafeløgum og stovnum, uppskotið til ummælis, júst fyri at tey kundu fáa høvið til at siga sína hugsan um tað. Soleiðis fer ein ikki fram, ið ætlar at smoyggja nakað niðuryvir høvdið á nøkrum, leggur hann afturat. Hann sigur, at viðmerkingarnar, sum nú eru komnar, verða nú kannaðar og viðgjørdar, og so verður hugt eftir, hvat kann orðast øðrvísi, og, hvussu uppskotið kann tillagast, fyri at sleppa undan misskiljingum. Steðgaði Bjarni Djurholm sigur, at tað Óli Jacobsen, sum tá var landsstýrismaður, sum á sinni skuldi seta eina nevnd at gera uppskot til eina nýggja lóg um seming. Men Løgtingsval kom ímillum og tí steðgaði málið. Tá ið Finnbogi Arge varð landsstýrismaður, setti hann nevndina við umboðum fyri arbeiðsmarknaðin. Hendan nevndin kom so mikið langt, at hon varð samd um høvuðstættirnar í einum uppskoti. Men málið steðgaði einaferð afturat, tí ósemja tók seg upp ímillum fakfeløgini og fíggjarmálastýrið um samsýning til nevndarlimirnar. Bjarni Djurholm sigur, at tá ið hann tók við sum landsstýrismaður, setti hann sær fyri at lata embætisverkið í vinnumálastýrinum fullføra arbeiðið. Men júst tí, at fakfeløgini ikki hava havt ávirkan á tað lidna uppskotið, hava vit sent teimum tað til ummælis, sigur landsstýrismaðurin. Tí kemur tað púra óvart á hann, at fakfeløgini eru so avgjørd og ákærandi í sínum aftursvari. Kundu tit ikki ístaðin syrgt fyri at semja fekst ímillum Fíggjarmálastýrið og feløgini um nevndarsamsýningarnar? Tað er ikki eitt mál, sum liggur undir Vinnumálastýrinum. Men fyri tað, um ósemja tekur seg upp ímillum eitt ávíst stýri og ymsar partar í samfelagnum, so kunnu øll hini stýrini ikki halda uppat at virka fyri tað. Má umhugsa støðuna Tað skilst eisini á Bjarna Djurholm, at hann ætlar ikki at gera hetta málið til eitt stríðsmál millum seg og fakfeløgini sum so, og at hann ætlar ikki at trumfa uppskotið fyri tingið, soleiðis sum tað nú er orðað, um mótstøðan frá fakfeløgunum er so hørð, sum tey hava latið hann vitað. Nú fara vit at kanna viðmerkinganrar, sum eru komnar. Síðani fara vit at vita, hvussu uppskotið kann lagast til. Men verður mótstøðan frá fakfeløgunum líka hørð, eftir at tað arbeiðið er liðugt, sum hon er nú, so má eg umhugsa at lata málið falla. Tí vilja partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki hava viðurskiftini samskipað, so má eg umhugsa um nakað skal gerast yvirhøvur, sigur Bjarni Djurholm. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt lágtrýst, 989 hPa. vestan fyri Spanien fer móti Bretsku Oyggjunum og dýpist. Eitt stormlágtýst, undir 968 hPa. við vestur-Noreg gevur nógvan vind á okkara leiðum hósdagin. Veðrið í dag: Andøvsgul upp í ein strúk av norði og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið hósdagin: Skrið ella stormur av norði, um kvøldið minni vindur. Ælingur, partvís vátakavi. Hitin millum 1 og 4 stig. Fríggjanáttina frost og kavi. Veðrið fríggjadagin: Andøvsgul upp í ein strúk av norði og kavaælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum +2 og :1 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Stívt andøvsgul av norði, men han minkar vindin út á dagin. Sólglottar, men kanska okkurt kavaælið. Hitin um frostmarkið. Sunnudagin frískar hann vindin av suðri og yvirhøvur turt. Hitin beint omanfyri frostmarkið. Í gjár: Eitt lágtrýst, 989 hPa. vestan fyri Spanien fer móti Bretsku Oyggjunum og dýpist. Í dag: Eitt stormlágtýst, undir 968 hPa. við vestur-Noreg gevur nógvan vind á okkara leiðum hósdagin. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Norðurlandahúsið spennir seg út Í august mánaði næsta ár verður stór listastevna í Norðurlandahúsinum í Havn. Breitt úrval av listarligum tiltøkum verður tá á skránni, m.a. ber til at síggja dóttir Charlie Chaplin spæla sjónleik, og møguliga verður Nobel-vinnari eisini við Fyri nøkrum mánaðum síðani frættist, at Norðurlandahúsið fór at taka festivalarnar, sum hava verið har tey seinnu árini, av skránni. Nú hevur stýrið fyri tað nýggja tiltakið, Listastevnu Føroya, stungið út í kortið, hvat føroyingar kunnu vænta sær av mentanartiltøkum í næsta ár. Listastevnan verður í døgunum 8.-19. august, og har verða nógv ymisk tiltøk á skránni. Vit hava lagt okkum eftir at hava eitt so breitt úrval av mentanarligum tiltøkum sum gjørligt, fyri at øll kunnu velja okkurt, sum hevur teirra áhuga, sigur Helga Hjørvar, stjóri Norðurlandahúsinum og formaður í stýrinum fyri Listastevnuna. Hini í stýrinum eru Birgir Kruse, næstformaður, sum umboð fyri Tórshavnar Býráð. Carl Johan Jensen og Jórum í Dali umboða umboðsráðið, sum er eitt samtak millum fleiri ymisk feløg fyri listafólk. Oddvá Nattestad er samskipari av tiltakinum. Stór nøvn Tað hevur eydnast stýrinum at lokka nøkur kend nøvn í norðurlendskum høpi við á stevnuna. Vit hava lagt dent á at hava nakrar stórar tónleika- og sjónleikaframførslur við á stevnuni, sigur Helga. Folkoperan í Stockholm skal framføra La Traviata eftir Giuseppe Verdi. Umleið 80 solistar eru við at framføra søguna um kameliudamuna hjá Dumas. Sirkus verður eisini at síggja. "Tað ósjónliga sirkussið" verður framført at Victoriu Chaplin, dóttir Charlie Chaplin, og manni hennara, sum er víðagitin klovnur. Henda framførsla hevur verið í øllum hinum norðurlendsku høvuðsstøðunum, og nú kemur hon so til Føroyar. Hesar eru bara tvær av teimum størstu og kanska mest spennandi framførslunum. Umframt tær verða fleiri aðrar og øðrvísi framførslur. Føroysk luttøka Føroysk listafólk fara eisini at seta dám á Listastevnuna. Rúni Brattaberg fer saman við Ólafur Kjartan Sigurðarsson at framføra Jesus og Makedonarin. Arbeitt verður við at hava eina konsert við fólkatónleikarum, har Kári P fer at luttaka. Gríma fer at framføra leikin hjá Jóannesi Nielsen, "Eitur nakað land weekend?" Harumframt verður ein stuttsøgukapping og ein fotokapping, har føroyingar hava møguleika at taka lut. Føroyskir grafikarar sleppa eisini uppí part, og teir hava framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Veitslulag Á skránni fyri Listastevnuna eru sekstan ymisk tiltøk. Hetta kann tykjast nakað nógv, tí Listastevnan er bara í ellivu dagar, men hesum er Helga ikki samd í. Vit fara royna at fáa ein veitsluróm í býnum og millum luttakararnar á Listastevnuni. Úrvalið er so breitt, at øll kunnu velja okkurt, sum hevur teirra áhuga, sigur Helga. Farið verður undir at selja atgongumerki langt áðrenn, og fólk kunnu kanska vænta sær at lata eitt sindur meira fyri at sleppa inn, tí tað er dýrt at fáa so nógv fólk hendavegin. Arbeitt verður við at fáa fleiri stuðlar til tiltakið. Býráðið hevur latið 200.000 krónur til stevnuna, meðan Norðurlandahúsið hevur latið 800.000 krónur, men tørvur verður kanska á fleiri pengum. Talan hevur verið um at fáa eitt veruliga heimsgitið navn til Føroyar sum U2, Bob Dylan ella Pavarotti, men tað verður ikki hesuferð. Arbeitt verður tó framvegis við málinum. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Býráðspolitikarar um Hoyvíkshøllina: Kenna einki til lægri tilboð Eitt lægri tilboð uppá bygging av venjingarhøllini í Hoyvík hevur hvørki verið fyri byggi- og býarskipanarnevndina ella bygginevndina. Fíggjarnevndin kennir heldur einki til lægri tilboð. Avgerðirnar hava verið tiknar út frá teimum tilmælum, sum umsitingin hevur lagt fram, siga tveir nevndarformenn Í seinasta blað varð skrivað, at byggi- og býarskipanarnevndin hevði eitt lægri tilboð uppá bygging av venjingarhøll í Hoyvík, men Heðin Mortensen, formaður, sigur seg ikki kenna til eitt samlað tilboð frá KJ Smíð, sum er tvær milliónir lægri, enn tað fer at kosta at byggja høllina. Byggi- og býarskipanarnevndin kundi sostatt ikki mæla fíggjarnevndini til at taka av tilboðnum frá KJ Smíð, tí tað hevur ikki verið lagt fram. Formaðurin í bygginevndini, Kaj Leo Johannesen, hevur heldur ikki frætt nakað um eitt lægri tilboð. Starvsfólk í umsitingini hava eftir øllum at døma mælt til at hyggja burtur bæði frá samlaða tilboðnum frá KJ Smíð uppá 9,8 milliónir og tilboðnum uppá jørð, kloakk og betong, sum var 200.000 krónur lægri enn tað hjá Byggitek, sum fekk arbeiðið. Orsøkin skal vera, at Kristen Johansen ikki er limur í Handverksmeistarafelagnum. Kenna einki KJ Smíð vórðu útilokaðir beinanvegin, tí teir ikki uppfyltu treytirnar um at vera limur í Handverksmeistarafelagnum, vórðu boðini, sum vit hava fingið frá umsitingini, sigur Heðin Mortensen. Tað vísir seg tó nú, at annar av monnunum í KJ Smíð er limur í Handverksmeistarafelagnum. Grundgevingin fyri ikki at taka av lægsta tilboðnum frá KJ Smíð er tí ikki skottrygg. Vit lata umsitingina kanna øll viðurskifti, og so verða tey løgd fram fyri okkum politikarar, sum síðani taka støðu, sigur Heðin Mortensen. Eg kenni einki til eitt tilboð frá KJ Smíð uppá 9,8 milliónir. Hetta er nakað nýtt, sum fyriliggur í málinum. Er tað nakað, sum vit hava gjørt skeivt, so má málið takast uppaftur, sigur Heðin Mortensen. Málið er farið til sakførara, og býráðið er stevnt fyri at hava brotið bæði lisitatiónslógina og umsitingarlógina, sigur Kristen Johansen. Formaðurin í bygginevndini, Kaj Leo Johannesen, sigur seg skilja málið soleiðis, at tað er ikki juridiskt bindandi at taka av lægsta tilboðnum. Eg kenni einki til eitt tilboð uppá 9,8 milliónir. Tað havi eg ikki sæð, sigur Kaj Leo Johannesen. Eg blandi meg ongantíð uppí smálutirnar í einum máli. Vit fáa ráðgeving frá umsitingini um viðurskiftini, og so taka vit støðu út frá tí, sigur Kaj Leo Johannesen. Stóri spurningurin er so, hvar tilboðið hjá KJ Smíð er blivið av. Býráðið má lata slakar 11,8 milliónir fyri høllina, meðan KJ Smíð sigur seg kunna gera tað fyri 9,8. Byggitek leggur seg ikki úti málið Formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag og eigari av Byggitek, Tummas Sørensen, sum fekk arbeiðið, hevur ongar ætlanir um at leggja seg útí málið. Hetta er ikki okkara mál, men býráðið má taka sær av tí. Annars havi eg als onga viðmerking til málið, sigur Tummas Sørensen. Tummas noktar tó fyri at hava verið handan leiktjaldið og gjørt avtalur fyri at tryggja Byggitek arbeiðið. John Johannessen - john@sosialurin.fo Ov lítið kunnaðir um Smyril Line Formenninir í báðum teimum stóru andstøðuflokkunum halda, at tingið er ov lítið kunnað støðuna, Smyril Line er komið í John Johannessen Óli Hammer, stjóri í Smyril Line, harmaðist í útvarpinum fríggjadagin um, at umsóknin frá Smyril Line um landskassaveðhald ikki kom fyri tingið, áðrenn støða varð tikin um at vísa umsóknini burtur. Men hóast landsstýrið hevur víst umsóknini um veðhald til eitt lán á 30 milliónir krónur frá sær, hava politisku flokkarnir kortini havt møguleikan at leggja uppskot fyri tingið, um at bjarga Norrönu á einhvønn hátt. Hendan møguleikan hava tinglimir úr samgonguni ikki nýtt, tí teir stuðla landsstýrinum í síni avgerð. Men anstøðutinglimirnir hava heldur ikki vilja lagt uppskot fyri tingið um nakra bjargingarætlan. Teir hava tikið avgerðina hjá landsstýrinum til eftirtektar og halda seg vera ov lítið kunnaðir um ætlanir og framrokningar hjá Smyril Line til at hava nakra beinleiðis meining um, hvussu trupulleikin hjá felagnum skal loysast. Smyril Line hevur ikki kunnað um verkætlanina við nýggju Norrönu, heldur ikki víst á framrokningar og annað líknandi. Tí haldi eg ikki, at tað ber til at krevja, at politiski myndugleikin brádliga skal traðka til og loysa trupulleikarnar, felagið er komið í, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins. Formaðurin í Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, er samdur í, at politisku flokkarnir ikki eru nóg væl kunnaðir um støðuna hjá Smyril Line. Somuleiðis vísir hann á, at Sambandsflokkurin heldur ikki ætlar sær at leggja uppskot fyri tingið um nakra bjargingarætlan. Stjórin í Smyril Line, Óli Hammer, skuldi á middegi í gjár prógva fyri týsku skipasmiðjuni, sum byggir nýggju Norrönu, at felagið er nóg sterkt til at kunna rinda skipið. Fyri at kunna hetta, skuldi Óli Hammer hava fingið til vega heilar 75 milliónir krónur til at hækka partapeningin í Smyril Line. Tá Sosialurin fór til prentingar beint eftir døgurða í gjár, var enn eingin peningur fingin til vega. John Johannessen - john@sosialurin.fo Tamt orðaskifti um áttatiárini Talan var um eitt tamt og siðiligt orðaskifti, tá førdi politikkurin í áttatiárinum í gjár var til viðgerðar í løgtinginum John Johannessen Tingfólk hildu seg til sjálva frágreiðingina og lótu vera við at nevna persónar og flokkar, tá uppskotið um at taka til eftirtektar frágreiðingina um politikkin í áttatiárunum var til fyrstu viðgerðar í tinginum í gjár. Framsøgufólkini fyri ymsu flokkarnar søgdu seg taka frágreiðingina til eftirtektar, og vístu á, at neyðugt er, at politikarar í dag eiga at taka við læru av frágreiðingini, sum staðfestir, at politikararnir í áttatiárunum ikki vóru nóg dugnaligir. Viðurkendi sína ábyrgd Javnaðarflokkkurin hevði politisku leiðsluna meginpartin av áttatiárunum, og er partur av frágreiðingini tískil meintur móti Javnaðarflokkinum, hóast hon ikki sigur tað beinleiðis. Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, segði í framsøgurøðu síni, at flokkur hansara viðurkennir sær ábyrgdina av førda politikkinum í áttatiárunum og harmast um tær avleiðingar, ið stóðust av førda politikkinum. Tað skal eingin ivi vera um, at Javnaðarflokkurin svára harmast um alt tað, sum vit í dag kunnu siga var betur ógjørt. Flokkurin tekur sín part avbyrgdini, og vit taka hetta til eftirtektar við einum greiðum ynski um, at vit taka við læru av øllum tí, sum ikki átti at verið hent, segði Jóannes Eidesgaard í røðu síni. Mugu hava fulla ábyrgd Eins og politikararnir úr honum flokkunum, tók Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldisflokkinum í viðmerking eisini undir við frágreiðingini og vónaði, at politikarar læra av henni. Men Annita á Fríðriksmørk vísti samstundis á, at neyðugt er at hava fulla ábyrgd í egnum landi, fyri at kunna taka ábyrgd av førda politikkinum. Tá Sosialurin fór til prentingar beint eftir middag í gjár var enn nógv eftir av orðaskiftinum. Uppskotið frá formansskapi løgtingsins um at taka frágreiðingina frá grein 19 nevndini til eftirtektar varð eftir fyrsti viðgerð beint í rættarnevndina. John Johannessen - john@sosialurin.fo Stríðið um formannin heldur fram Fyrrverandi tingmaður Sambandsfloksins, Atli Hansen, stuðlar Unga Sambandinum í ætlanini um at skifta út formannin í Sambandsflokkinum. Tó er ikki semja um, hvør nýggi formaðurin skal vera John Johannessen Gamla stríðið um hvør skal vera formaður í Sambandsflokkinum heldur fram. Á kjaktorginum á heimasíðuni hjá Unga Sambandinum er lívligt orðaskifti um formanssessin, og ungmannafelgið fær stuðul frá fyrrverandi tingmanninum, Atla Hansen. Atli Hansen hevur eina drúgva viðmerking í kjaktorginum, har hann rósir ungmannafelagnum fyri at hava tikið spurningingin um formannin upp aftur. Men Atli Hansen heldur kortini, at Unga Sambandið átti at latið vera við at peika út nýggja formannin beinan vegin. Høvdu tit bert boðað frá, at tit fóru at seta eitt uppskot fram á komandi landsfundi ella á einum komandi eykaaðalfundi, so kenni eg meg vísan í, at tit høvdu fingið meira enn eitt evni at valt ímillum, sigur Atli Hansen í viðmerkingini til Unga Sambandið. Eingin endurnýggjan Atli Hansen vísir eisini við allari virðing á, at formansevnið, sum Unga Sambandið hevur valt, ikki er nøkur endurnýggjan fyri flokkin. Unga Sambandið skjeyt nevniliga fyri knøppum mánaði síðani upp, at Lisbeth L. Petersen skuldi gerast komandi formaður Sambandsfloksins. Eg fari enn einaferð at heita á tykkum, um tykkara evni skuldi tikið seg aftur ella ikki hevur hug at taka av, so at boða frá tí og bíða eina tíð og vita, um ikki okkurt vísir seg. Eg meini í veruleikanum, at tit áttu at tikið hetta málið upp nú og antin kravt eitt svar her og nú ella at taka boðið aftur við tí grundgeving, at man ynskir at lata fleiri evnir koma framat, sigur Atli Hansen í almennu viðmerkingini til Unga Sambandið. Tá Unga Sambandið gjørdi av at peika á Lisbeth L. Petersen sum nýggjan formann fyri Sambandsflokkin var ikki full semja um, at tað skuldi vera Lisbeth L. Petersen. Tí varð atkvøtt um ymisk evni, og gjørdist úrsitið, at Lisbeth L. Petersen gjørdist nummar eitt og Alfred Olsen, tingmaður úr Eysturoynni, gjørdist nummar tvey. Lisbeth L. Petersen hevur enn ikki svarað Unga Sambandinum, um hon hevur hug at verða stillað upp sum formansvalevni. Men sigur hon nei, fer Unga Sambandið at av nýggjum at umrøða, um Alfred Olsen skal skjótast upp, sigur Michael Jensen, formaður í Unga Sambandinum. Ónøgd við úrlistini Unga Sambandið heldur, at Edmund Joensen hevur tænt sínar bestu dagar sum formaður fyri Sambandsflokkin, og at flokkinum tørvar ein nýggjan formann. Hesa somu fatan hevur Atli Hansen, sum áður í fjølmiðlunum og til landsfundir og aðrar fundir í Sambandsflokkinum hevur víst á sína ónøgd við Edmund Joensen sum floksformann. Atli Hansen heldur tað vera burturvið av Edmund Joensen at brósa sær av, at Sambandsflokkurin hevur havt eina framgongd uppá 4 prosent í seinastu veljarakanningunum. Eingin tosar um, at vit eru farin aftur í tveimum teimum seinastu kanningunum. Bert 4 prosent fram eftir eitt katastrofuval sum seinast er ein katastrofa í sjálvum sær, Heldur Atli Hansen. Tríggjar nýggjar barnabøkur Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út 3 bøkur: Myndabókina >>Lena og Pól<< eftir Anju Rieger Barnabókina >>Ýr<< eftir Vivian L. Guðmundsson. Annika Lávík myndprýddi Barnabókina >>Smáttan í Stóraskógi<< eftir Lauru Ingalls Wilder. Garh Williams myndprýddi >>Lena og Pól<< er litføgur myndabók, ætlað teimum smáu. Søgan er um tey bæði, smágentuna Lenu og Pól, spælibjørn hennara: Lena er so góð við Pól, men Pól er ikki fegin um, hvussu Lena vísir honum kærleika og umsorgan. Ein dagin ger tann friðarliga bjørnin av, at nú skal hon vísa Lenu, hvussu tað er at verða dragsaður, tveittur og handfarin allan dagin... >>Lena og Pól<< er 32 bls. í litum, bundin inn í stíva permu og kostar kr. 75. Niels Jákup Thomsen týddi tekstin úr týskum. Spf. Hestprent stóð fyri prenttilgerðini. >>Ýr<< er upprunaføroysk barnabók, ætlað at lesa fyri teim smáu. Høvuðspersónurin er Ýr, ein fitt 5 ára gomul genta, sum býr saman við mammu, pápa, tvíburðabeiggjunum Rólvi og Grana og stórusystrini Drós onkustaðni í Føroyum. Ýr hevur óføra gott hugflog. Hon spælir og finnur upp á alla tíðina. Eitt kvøldi finnur pápin ein dunnuunga í garðinum, og tað dámar sjálvandi Ýr. Eina nýggja vinkonu fær hon eisini, tá ið Røskva kemur at ferðast í grannahúsinum. Bæði pápi og stórasystur siga søgur fyri Ýr, og soleiðis verða eisini tríggjar søgur í søguni: Um vættrarnar Snurra og Vupp, um eingilin Andras, og um tá ið abbin var smádrongur. Ýr er 68 bls. við litmyndum, bundin inn í stíva permu og kostar kr. 95. Hestprent stóð fyri prenttilgerðini. >>Smáttan í Stóraskógi<< er fyrsta av heimsgitnu >>Smáttu-bókunum<< hjá Lauru Ingalls Wilder (1867-1957), sum komu fyrstu ferð 1932-43. Høvundurin var tá 65 ára gomul. Í átta ævisøgukendum bókum lýsir hon barndómsárini, fyrst í Wisconsin og seinni á preriuni, slættlendinum í Miðvestri. Í 1953 varð øll røðin endurútgivin við tekningum Garth Williams, og í hesum líki eru bøkurnar týddar og givnar út um allan heimin. Í >>Smáttuni í Stóraskógi<< lesa vit um smágentuna Lauru, stórisystir Mary og lítlusystir Káru, ið búgva saman við mammu og pápa í Stóraskógi í Wisconsin. Smáttan er umgird av skógi, og har eru nógv vill dýr, bæði revar, hjørtir, íkornar, bjarnir og úlvar. Lívið er eitt vaks at lívbjarga sær, og tær smáu genturnar noyðast at hjálpa, so frægt tær eru mentar. Og alla tíðina er vandi á ferð, t.d. tá ið bjarnir og úlvar koma at vitja. Men um kvøldið, tá ið lampan er tendrað, og húsfólkið sessast við eldstaðin, er friður og hugni. Pápin tekur mangan fiólina fram, spælir og syngur, og so dugir hann eisini so væl at siga frá spennandi søgum. Lærarar á ársskeiði á Føroyamálsdeildini í 1972-73 týddu >>Smáttuna í Stóraskógi<<. Teir eru Ole Jacob Nielsen, Guðrið Helmsdal, Páll Sivertsen, Óla Jacob Jacobsen og Rólant Lenvig. Vegleiðari var Jóhan Hendrik Winther Poulsen. Rólant Lenvig hevur nú greitt handritið til prentingar. >>Smáttan í Stóraskógi<< er 178 bls. og kostar kr. 130 heft. Í komandi viku verður hon eisini at fáa innbundin, og tá kostar hon kr. 170. Pf. Einars prent hevur sett, umbrotið, prentað og bundið inn. TIT SPYRJA VIT SVARA - spyr@sosialurin.fo TIT SPYRJA VIT SVARA Spurnarkassin tit spyrja vit svara Hvønn mikudag í Sosialinum Spurningar kunnu senda til: Sosialin postsmogu 76 110 Tórshavn fax. 314720 ella teldupost: spyr@sosialurin.fo Minnist til at merkja, hvørjum tit seta spurningin. Læknin Húðin flosnar av tumlinum. Tað ger, at eg eri sera eymur. Tað koma djúp sár á tumlarnar við jøvnum millumbilum av ongum. Havi verið hjá lækna, sum heldur, at tað fer burtur av sær sjálvum. Men nú eru nógvir mánaðir farnir, og skilið er tað sama. Húðin er ikki vanlig á tumlinum - men hvøss, sum ein skorpa og so knappliga koma sárini aftur. Hvat kann eg gera við henda trupulleika? Og hvør kann orsøkin vera? Fyrst eitt sindur um orsøkina. Hetta kann vera allergi, men meiri sannlíkt er tað ein irritatión - antin mekanisk ella toksisk. Uttan mun til, hvat av hesum talan er um, hevur tað stóran týdning, at tú hugsar teg væl um og finnur út av, um tú tey seinnu árini ert komin í samband við okkurt nýtt evni og/ella ert farin at takast við annað arbeiði - her hugsi eg eisini um frítíðararbeiði. Eru tað bert tumlarnir - eru ikki eisini fremstifingrarnir involveraðir? Hvussu síggja neglirnar út? Rullar tú cigarettir? Tað kundi verið cigarettpappírið, tú ikki tolir. Arbeiðir tú meiri við vatni nú enn áður? Er eksem aðrastaðni á likamshúðini? Ein fullfíggjað sjúkrasøga er so umráðandi og leiðir teg nógv skjótari og lættari til eina møguliga orsøk. Tað kann vera regulert allergiskt kroniskt kontakteksem, og her er nikkelallergi eitt hitt best kenda dømið. Tá húðin ikki tolir eitt ávíst evni og reagerar móti hesum við at gerast tjúkk og møguliga merkt av eksemi, verður tað kallað toksiskt eksem. At enda kann hetta eisini vera psoriasis, antin tú hevur psoriasis aðrastaðni ella ikki. Nakrir fáir psoriasissjúklingar kunnu nevniliga hava slík sjúkueyðkenni sum einastu manifestatión uppá psoriasis. Tað hevur týdning at finna fram til orsøkina, tí viðgerðin verður tilrættaløgd eftir, hvør hendan er. Umframt at eliminera orsøkina, um hetta letur seg gera, skal húðin møguliga eisini viðgerast við sterkum steroidsalvum ella tjørusalvum og í summum førum eisini við ávísum strálum. Eg haldi, tú hevði fingið gagn av at tosa við ein húðalækna, hóast trupulleikin í fyrstu syftu ikki virkar at vera so stórur, men eg kann ímynda mær, hvussu invaliderandi tað er ikki at hava tumlarnar frískar. Løgfrøðingurin Eg havi í ár móttikið tvær "lurtarakanningar" frá Útvarpi Føroya, har tey gera vart við, at eg eri fluttur úr Danmark, og ikki havi teknað meg fyri einum lurtarahaldi. Eitt, sum eg undrist á við hesi kanning er, at eg havi fingið eitt raðnr., og havi frá øðrum fingið at vita, at soleiðis er eisini hjá teimum, sum hava fingið hesa áheitan. Hesi tøl eru ikki eins, tvs. at vit eru øll skrásett við ymiskum nr. hjá ÚF. Hevur ÚF loyvi at skráseta fólk við raðnr. , tá talan einans er um eina kanning og ikki um kundar. Síðani eg flutti til Føroya, havi eg búð á einum kamari í Havn. Vegna plásstrot havi eg ikki fingið mær sjónvarp/útvarp, men havi eitt videokort í telduni, soleiðis at eg síggi sjónvarp og hoyri útvarpið. Í Danmark hevur ikki verið skyldugt at goldið "licens" av hesum, men skuldi hetta ætlandi broytast. Hvussu er í Føroyum hesum viðvíkjandi? Viðvíkjandi spurninginum um lurtarakanningar, so gangi eg í svarinum út frá, at Útvarp Føroya hevur heimild til at fáa upplýsingar um tygara navn og bústað. Eg gangi eisini út frá, at Útvarp Føroya gevur tygum eitt raðnr. fyri lættari at kunna umsita lurtarakanningina. Tá raðnr. verður nýtt til at gera lurtarakanningina lættari at umsita, vil eg meta, at Útvarp Føroya hevur loyvi til hetta. Viðvíkjandi spurninginum um videokort í telduni, so hevur hetta við sær, at tygum síggja sjónvarp og hoyra útvarp. Sambært lógini skal vanliga gjaldast fyri sjónvarps- og útvarpsmóttakarar. Tá videokortið ger, at tygum kunnu nýta telduna sum sjónvarp og útvarp, so hava tygum eitt tól, sum kann brúkast sum sjónvarps- og útvarpsmóttakari. Tí meti eg, at tygum hava skyldu at rinda sjónvarps- og útvarpsgjald. Sálarfrøðingurin Spurnarkassin hevur fingið bræv frá fólki, ið er dulnevnt. Vanliga verður ikki svarað brøvum uttan avsendara, men spurnarkassin hevur í hesum føri valt at víkja frá regluni. Spurningurin, ið er komin, snýr seg um kvinnu, sum er misnýtt seksuelt sum barn og ung, og sum nú, sum vaksin, er farin at hugsa um tað hon hevur verið út fyri, og hvat tað hevur gjørt við hana og lív hennara. Kvinnan, ið skrivar, biður um ikki at vera endurgivin, men at fáa góð ráð. Hesum ynski játta vit. Fyri at kunna geva ráð, er neyðugt at taka samanum tað, brævskrivarin sigur. Tað, ið hon nevnur, er serliga skommin, skuldarkenslan og vammilsið við seg sjálva, sum tað ið situr eftir, aftaná ágangin í barna- og ungdómsárunum. Hon vísur eisini í brævinum á, at hennara máti at skapa samband og samveru við onnur, serliga menn, er vorðin seksualiseraður, ella við øðrum orðum, at hon er "løtt" at koma í song við - hóast tað ikki er tað, hon vil. Tað fyrsta eg vil siga er, at tað er rætt og gott, at tú hevur tikið avgerð um, ikki at vera einsamøll um ágangin og nirðingina, tú hevur verið úti fyri. Sum tú sjálv sigur, so loysir tað, at koma fram við tingunum, í sjálvum sær ongan trupulleika, kanska ger tað tilveruna uppaftur meiri trupla, tí tú ikki fært fjalt teg. Men út frá tí tú sigur, so hevur tú góðan stuðul í heiminum. Men skal eg taka teg uppá orðið, so haldi eg, at tú hevur sakkøna hjálp fyri neyðuni, hvørki maður, børn ella vinfólk kunnu geva tær tað, tú hevur fyri neyðuni. Grundin til, at eg sigi so er, at tað er ringt at gjøgnumskoða paradoksið, sum er: tað er tú, ið er svikin av teimum vaksnu sum barn, og samstundis er tað tú, ið hevur skuldar og skommkensluna - ikki tann ið ógerðina hevur framt. Tað er tað, ið fólk vanliga kalla: "hon hevur sjálv verið úti um tað, kundi bara latið vera við at vera so flirtandi". Tað kann passa, tá talan er um vaksin oman fyri 18 ár, men aldrin børn. Ongantíð. Møguleikarnir tú hevur, er at venda tær til kommunulækna ella psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum. Nakrir sálarfrøðingar hava privatan praksis: Anna Debes Hentze og Jegvan Bæk. Eg havi hug at leggja nakað afturat hesum svari. Tað sum er so óhugnaligt, tá talan er um ágang móti børnum, ikki bert seksuellum, men eisini annan ágang sosum buking, tøgn ella eyðmjúkan, er tað trúsemi, ið børnini vísa. Og grundin til at so er, er einføld. Børnini hava brúk fyri vaksnum, tað eru vit vaksnu sum skulu taka okkum av og tryggja framtíðina hjá børnunum, og fortreytin fyri tí er álit. Grundleggjandi álit er fortreyt fyri lívi og menning. Og vit eru soleiðis innrættaði, at vit heldur oyða okkum sjálvi, fornokta kenslur, tankar og handlingar, enn at risikera at missa viðurkenningina og sambandið við okkara nærmastu. Tað er m.a. tí, at tílíkt sum seksuellur ágangur framdur av einum av teimum nærmastu er so oyðileggjandi: álitið verður til svik, og tann sum er svikin tekur ábyrgdina. Ikki minst av hesi grund er tað umráðandi, at vit í Føroyum alment siga frá, at vit ikki góðtaka, at børn verða bukaði ella útsett fyri øðrum ágangi í heimunum. Vóni og vænti, at Løgtingið tekur avgerð um, at børn heldur ikki mugu revsast heima. Í skúlunum er tað sum kunnugt bannað við lóg. Føðslu- og húsarhaldsfrøðingurin Eg havi roynt at klænka meg óteljandi ferðir, bæði við at fara á ein serligan klænkikur og at eta minni. Einki hjálpir. Tað einasta, sum sær út til at muna er at eta vanligan mat og minka um nøgdirnar. Mær dámar allan mat. Hvør matur, tvs. vanligur matur er góður at eta, sum ikki fitar, men mettar væl. Hvørjum skal eg halda meg burtur frá? Royndir vísa, at klænkikurar og minni matmongd ikki er nøkur gongd leið, um tú ætlar tær at sleppa av við nøkur kilo. Klænkikurar virka vanliga á tann hátt, at tú tapir nógv kilo uppá stutta tíð, men trupulleikin er bert tann, at tey mistu kiloini ikki eru feitt, sum jú er tað ynskiliga, men harafturímóti væta og vøddamongd. Tað førir við sær, at evnisskiftið (stofskiftið) lækkar, tvs. at nú noyðist tú at eta minni enn áður fyri ikki at taka uppá. Tað mest vanliga er, at tá klænkikururin er av, ja so verður etið just á sama hátt sum áður, og eftir stuttari tíð eru øll kiloini komin uppá aftur og nøkur afturat. Um tú ætlar at tapa teg, so er tað bert tú, sum kanst gera nakað við tína støðu. Skal tað eydnast er umráðandi at broyta matvanarnar soleiðis, at hesir kunnu viðføra eitt vekttap, sum kann vera varandi. Tað er ikki altíð tær stóru broytingarnar, sum skulu til fyri at tað skal eydnast. Umráðandi er, at tú etur til allar máltíðir, tvs morgunmat, døgurða, nátturða og so 2-3 millummáltíðir. Máltíðirnar skulu ikki verða so stórar. Til morgunmat vil eg mæla til tjúkka flís av rugbreyði uttan margarin við soltnum viðskera, ella havragreyt og so eitt stk. frukt. Um tú vanliga etur fransbreyð ella rundstykkir til morgunmat so goym hetta til sunnumorgun. Til døgurða fleiri eplir á tallerkin og grønmeti. Tað besta grønmetið er gularøtur, kál, røtur, broccoli, leykur og annað grovt grønmeti. Hetta mettar væl og inniheldur onki feitt. Tað er ikki neyðugt við so stórum mongdum av fiski og kjøti. Annars er allur vanligur matur góður, tú skal bert minnast til at skera alt tað sjónliga feittið burtur, og nýta minst møguligt av smelti, best er um tú heilt kanst lata vera. Kóka heldur døgurðamatin enn at steikja, so sparir tú eisini feitt, ella koyr rættin inn í ovnin. Javna sósina í staðin fyri at baka upp, men minst til at taka alt feitt omanav skýini og ger sósina tunna. Til nátturða tjúkkar flísar av rugbreyði við soltnum viðskera. Sáltin viðskeri er viðskeri, sum inniheldur minni enn 10 gr. av feitti pr. 100 g. av vøruni. Til millummáltíðirnar frukt ella okkurt grønmeti. Tað er umráðandi at drekka nógv vatn 1-2 ltr um dagin. Et minst møguligt av kakum og søtmeti. Til seinast vil eg mæla til eitt sindur av motión. Ger tað ið fellur tær lættast. Brúka umleið 4 tímar um vikuna. Góða eydnu. Løgreglan Hvat ger løgreglan fyri at steðga rúsevnissølu í Føroyum? Løgreglan í Føroyum hevur eina narkodeild, sum millum annað arbeiðir við at fyribyrgja brotsverkum innan rúsevnissølu. Narkodeildin hevur tveir fastar politistar. Tollvaldið og narkodeildin samstarva við at forða/avmarka innsmugling av rúsevni til Føroyar. Hetta verður gjørt við eftirliti við skipum, flogførum, posti og ferðandi til Føroyar. Harumframt ger narkodeildin eftir fráboðan ella eftir egnum initiativi kanningar viðvíkjandi rúsevni um alt Føroya land. Fyribyrgjandi tiltøk verða eisini gjørd við undirvísing í skúlunum. Jan Müller - jan@sosialurin.fo Strandferðslan eitt bein í oljuvinnu Møguleiki er fyri, at Strandfaraskip Landsins kann gerast partur av komandi virksemi í sambandi við oljuleiting á landgrunninum. Onkur feløg í Føroyum og í útlandinum, sum ætla sær at vera við í útbjóðingini av virksemi í sambandi við oljuútgerðarhavn, hava sent Strandferðsluni fyrispurning, um hon er sinnað at vera við í hesum arbeiðinum. Heini á Borg, leiðari á farmadeildini hjá SL sigur, at tað er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um hetta, tí higartil eru teir bidnir um at koma við upplýsingum um trygd og kvalitet í arbeiðinum, um útgerð, sum er til taks og annars annað, sum hoyrir til ein firmaprofil. Talan er um einar sjey ymsar fyritøkur, sum helst fara at bjóða uppá útgerðarvirksemið. Sosialurin skilur, at fleiri av hesum fyritøkum arbeiða út frá havnini í Havn, og tí er hugsandi, at nettupp Tórshavnar Havn fer at royna at liggja frammaliga, tá avgerðin um, hvar útgerðarhavnin skal liggja, verður tikin í næstum. Strandferðslan skuldi havt góðar møguleikar at givið eitt týðandi íkast til eina útgerðarloysn. SL hevur, sum hevur drúgvar royndir við logistikki, eitt nú í sambandi við Norrønu gjøgnum øll árini. Teir hava eisini nógva útgerð, sum er týðandi partur av virkseminum. Heini á Borg vil einki siga, um SL ætlar sær at fara upp í hetta virksemi. Hann heldur tó ikki, at nakað er forgjørt í tí, nú teir eisini hava verið við í slíkum arbeiði fyrr og vísir til, at SL hevði ábyrgdina av logistikkuppgávunum, tá borað varð í Lopra fyri nøkrum árum síðani. Tað heldur hann gekk væl. Eirikur Lindenskov - Eirikur@sosialurin.fo Nýggja árið - við myndaevnum úr gomlu Havnini GrafikStudio við Inga Joensen hevur aftur í ár givið út myndakalendara fyri 2001. Hesaferð eru myndaevnini úr gomlu Havnini - úr býlinginum úti á Reyni. Myndamaðurin hevur fest seg við smálutir í hugnaliga umhvørvinum, klæðir á snórinum, urtapottar í vindeyganum, smogur og skot, kettuna á kolasekkinum, platur á helluni o. a. Gamla Havnin er nógv nýtt myndaevni, og kemst tað ikki minst av, at hetta er einasta býarumhvørvi í landinum vit hava, sum vísir okkum, hvussu føroyingar livdu í gomlum døgum. Persónarnir eru ikki nógvir á myndunum, men ein er kortini: Desembermyndin vísir okkum Karl hjá Langharald, Karl Reynheim, á trappusteininum á Vertshúsinum - uttan iva á veg inn at vitja dóttrina, Annu, sum búði á Veretshúsinum í meira enn ein mansaldur. Men seinastu tíggju árini hevur verið kalt og slókt í teirri íbúðini, og nøkur ár eru liðin, síðani býarmyndin, Karl hjá Langharaldi, doyði. Taka vit eitt nú julimyndina, sum er víst á myndini omanfyri, so vísir hon okkum Pæsastovu, sum var sett í stand miðskeiðis í áttatiárunum. Í dag býr eingin í Pæsastovu, sum fyri tað mesta verður brúkt til mentanarlig tiltøk. Men í søguligum høpi hevur Pæsastova hýst virðismiklum mentanararvi, tí tað var her Jens Christian Svabo helt til - her búði hann síni seinastu ár. Hann doyði higani í 1824. Svabo savnaði nógv av føroyska málinum, tí, sum hann segði, eftirtíðin skuldi vita, hvussu føroyska málið var. Hann var sannførdurum, at málið fór at kódna. Men takkað verið monnum sum V. U. Hammershaimb varð málið bjargað. Og nú vit eru við Pæsastovu, so er at nevna, at hera vaks V. U. Hammershaim eisini upp - í grannahúsunum. Svabo var ommubeiggi hansara - og tað sigst, at V. U. Hammershaim mintist ommubeiggjan. Hammershaim varð føddur í 1819. Hann flutti til Havnar í 1822, so hann hevur stetlað í túninum tvey tey seinastu árini, Svabo hevur livað. Og sum eitt kurosum kann nevast, at gøtan vit síggja framman fyri Pæsastovu eitur Klokkaragøta. Tað hevur helst gjørt í fleiri hundrað ár, hóast gløggir heilar í navnanevndini hjá Tórshavnar Kommunu í fimmtiárunum nevndu enn eina gøtu Klokkaragøtu - og tí eigur Havnin tvær Klokkaragøtur... ODDAGREIN: Alment og privat Landstýrið hevur sagt, at tað prinsipielt er ímóti almennari uppíblandan í vinnulívið og sostatt ikki fær givið veðhald. Veðhald er nakað man skal vera varin við, so mikið hava vit lært av fýrsunum, men at útiloka, at eitt statsgaranti nakrantíð kann koma uppá tal, tykist at vera heldur bláoygt og er dupultmoralskt, tá ein hyggur at, hvat sitandi samgonga hevur avrikað. Ilt er at síggja, at tað er meira liberalt og minni uppíblandan enn at veita eitt veðhald, tá sitandi samgonga við einum fólkaflokslandsstýrismanni á odda veitti rækjutrolarum skuldarsanering t.v.s. forerdi pening burtur til hesi skip. Eitt veðhald nýtist hóast alt ikki at gerast effektivt, sum tað tildømis var við veðhaldinum Smyril Line fekk miðskeiðis í áttatiárunum, har lánið varð goldið aftur. Løgið er, at menn ganga og fyrigykla sær, at man í Føroyum til allar tíðir kann hava eitt vinnulív í menning, uttan nakran form fyri almennari uppíblandan. Um vit hyggja at søguni, so traðkaði Nationalbankin til, tá Kjølbro fór fallitt á sinni. Enn tann dag í dag eigur almenni Føroyagrunnurin JFK Trol. Hvat siga fólkafloksmenn til, at aktiviteturin hjá Kjølbro fyritøkuni varð tryggjaður av tí almenna og hevur bjargað mangum arbeiðsplássi í Norðoyggjum? Var tað skeivt av tí almenna at varðveita vinnuliga virksemið í økinum? Meira nýliga høvdu vit bankafallittini. Var tað skeivt av Landstýrinum at bjarga Sjóvinnubankanum og Føroya Banka og harvið tryggja at nakrar av størstu vinnufyritøkum í landinum ikki mistu alt sítt innistandandi yvir 250.000 krónur? Var tað skeivt at Framtaksgrunnurin varð settur á stovn og tryggjaði vinnuligt virksemi, har privata initiativið, sum ikki einaferð, spældi fallitt? Hvat sigur Vinnuhúsið ella Reiðarafelagið? - fleiri av limum teirra høvdu ikki verið tað, teir eru í dag, um landið ikki bjargaði bankunum ella veitti veðhald. Eru teir líka kategoriskt ímóti landsinnblandan, sum Fólkaflokkurin letst vera? Hvat siga menn, ið sita umborð á trolarum, ið ongantíð høvdu verið komnir uttan landskassaveðhald? Er landsinnblandan altíð av tí illa? Stóri almenni parturin í føroyskum vinnulívi er ikki tí, at politikarar hava viljað tað so. Talan hevur verið um kreppuloysnir, hvørja ferð tað hevur staðið á. Livst so spyrst, men naiva og - tá hugsað verður um fólkafloksforeringar úr landskassanum hettar valskeiðið - heldur dupultmoralska áskoðanin hjá Bjarna Djurholm er søguliga sæð funderað á mórubotn. Sosialurin Hans Jacob Debes, Dr. Phil. Úr Gjáar søgu Bókaummæli Hans Jacob Debes, Dr. Phil. Petur Jacob Sigvardsen: ÚR GJÁAR SØGU Gamla tíðin 1 Forlagið Búgvin Einars Prent Í 1997 kom út eftir Petur Jacob "Úr Gjáar søgu - Barnaminni 1", og árið eftir "Úr Gjáar søgu - Barnaminni 2." Í hesari bók vendir Petur Jacob aftur um tað fyrsta. Tilsamans eitt ótrúliga vælskrivað og lært og vandaliga gjørt verk, sett saman so perfekt, sum vera kann. Tað ger ikki lesingina verri, at rithøvundurin hóttir við einum bindi afturat næsta ár um ta gomlu ella eldru tíðina. Hetta er meira ein ritgerð enn ein bók. Grundarlagið Hetta virðismikla rit, sum ikki bara kann frøa Gjáarfólk, er ikki skrivað burtur úr ongum. Nærlagdur, sum rithøvundurin er, hevur hann farið um umfatandi søguligt kelduarbeiði og so á munnligar heimildir. Ein góð og álítandi heimild hjá honum hevur verið pápi hansara Karl Jacob, sum nú gongur á 96. ári. Hetta samlaða verkið (higartil) hjá Petur Jacob er uttan iva tann størsta og besta bygdarsøga, sum nakrantíð er skrivað í Føroyum. Uttan at taka nakað frá nøkrum. Tí hetta er eitt vísindaligt verk. Bókin er bara so stór, at verri enn so allir partar, enn minni kapitlar fáast við í einum ummæli. Her eru øll lívsviðurskifti í einum bygdarsamfelagið kannað og viðgjørd, so at ringt er at gera eitt ummæli um so nógv undir einum. Tó skal ein roynd verða gjørd hjá einum bygdarmanni til ein annan. Tó, alt í einari so stórari bók fæst ikki við í einum ummæli. Tað er helst lættari og meira "pædagogiskt" at taka bókina eftir kapitlunum, so kann ein og hvør sjálvur meta um tað, sum í teimum stendur. Tað kann vera logiskt at byrja við upprunanum, so sum við sjálvum navninum eftir teirri stóru Gjónni. Tað er sjálvandi rætt, sum rithøvundurin skrivar, at Gjógv (Vid Giou) er fyrstu ferð nevnd í teirri fyrstu jarðarbókini í 1584. Har eru fimm bygdarmenn nevndir. Navnið Stavsetingar av bygdanøvnum eru ikki so konsekventar í gamlari tíð. Tað seinasta skjalið, skrivað á føroyskum, er frá 1479. Tá tagnaði alt og kveiktist ikki aftur fyrr enn um 1850. Henda máltøgn, sum vardi í um leið fýra hundrað ár. Hon hevur sjálvandi eisini sína ávirkan á stavsetingina av staðanøvnum, á donskum eftir úttaluni. Eingin málmaður hevur brúkt tann møguleikan. Men mál føroyinga doyði ikki út fyri tað, at skriftmálið tagnaði. Í grundini hendi eingin mál-skaði. Málið doyði ikki burtur. Staðanøvnini liggja altíð føst. Tey livdu í fólksins minni og fóru frá einum ættarliði til eitt annað. Tað er tó eitt aðalsnavn at vera tituleraður "aff Giou". Tá ið vit hugsa um "von und zu" og alt annað. Og so broyt-ingin til "Fundings Giou" og aðrar stavingarformar, og sum ikki eru serliga rósandi fyri Gjáarfólk. Mál-søguliga er tað tó áhuga-vert, at í 1704 verður bygdin kallað "Gjøgv". So tá má skerpingin ella ggv-tilvøksturin vera komin inn í føroyskt mál. Eingin málfrøðingur hevur tímað at granska sovorðin smáting. Gjógvin Men bygdardefinitiónirnar, tær ektaðu, eru altíð áhugaverdar. Har skrivar Petur Jacob: "Gjáarfólk hava eisini nýtt neyvt mál um Gjónna. Varð bert farið á Gjónna ella av Gjónni, so verður sagt: Niðan á Gjógv, Uppi á Gjógv, á Gjónni, Oman av Gjógv, av Gjónni. Men verður farið oman í Gjónna og úr Gjónni, so verður sagt: Niðan í Gjógv (ert tú staddur niðri í bygdini), Oman Gjógv (ert tú staddur uppi í bygdini ella á Gjónni, Niðri í Gjógv, í Gjónni. Báturin stendur í Gjónni, hann liggur á floti í Gjónni, hann rør út úr Gjónni; - og skipið er komið á Gjógv." Hetta er einki minni enn ein málslig bygdarfilosofi sum identifikatión av einum fólki og einum samfelagi. Tí at allar staðatilvísingar mugu hava síni nøvn. Annars hevði ikki borið til at liva í einari bygd, ikki bara við Gjógv. Har mugu allar Gjáardefinitiónir vera komnar væl til høldar. Gjógvin er sjálv grundin og grundarlagið undir øllum hjá Gjáarfólki. Hvørjum einasta. At fáa hesa lýsing av Gjónni frá Petur Jacob er ein opinbering í sjálvum sær. Og Gjógvin er ein geologisk opinbering. Uttan Gjónna var eingin Gjáarmaður til. Eingin identitetur hevði verið. Og tá ið ein Gjáarmaður fer út fyri dyr, fer hann altíð Niðan á Gjógv. Har hevur mangt hugnaligt prátið verið um ár og dag, eisini meira skemtandi orð manna millum. "Heimbygdin" Ivi er eingin um, at Gjógv er "koloniserað" úr Funningi. Bara jarðarbýtið, felagshagin sigur nóg mikið um tað. Og so tað, at Gjáarmenn fara "heim" til Funnings. Tað er ikki av ongum, at teir fara "heim", tá ið teir fara burtur frá bygdini, eisini á sjónum fara teir "heim" við landinum, tá ið teir fara út av Buginum heim um Múlan og inn á Funningsfjørð. Sum dømi nevnir Petur Jacob m.a.: Heim í Dal, Heim í Barm, Heim á Skarð, Heim á Múla. Tá ið Gjáarmenn hava verið í Funningi, fara teir "oman" til Gjáar. Ikki heim til Gjáar. Bygd og landnám Gjógv hevur ikki verið hildin at vera landnámsbygd, so sum Funningur er. Rætt er, at landnámið kom ikki alt í senn. Funningur hevur helst verið ein landnámsgarður, við einum høvdingi, sum kundi hava "landsetar" ella "leigulend-ingar" á ognum sínum, eisini tí at fólkatalið vaks. Funningsbóndin og Ormur bóndi vóru ikki hvørjir sum helst. Eysturi við Garðar Við Gjógv var tann elsta bygdin Eysturi við Garðar, á leið har sum kirkjan stendur, eystureftir og om-aneftir. Hetta var prógvað, tá ið teir gjørdu kirkjugarðin, tá ið menn komu niður á steinseting, toftir og annað, sum vísti, at búseting hevði verið har. Har hevur tó ongantíð verið grivið og leitað. Men tá ið Óli Debes, keypmaður, velti stykkið millum kirkjugarðin og vegin, kom hann niður á grót og øsku. Tá ið teir í Jógvansstovu veltu eystan fyri Garðará, komu teir niður á eitt stórt hoy-støði. Og tá ið Nýggjustovumenninir veltu eitt stykki omanfyri, komu teir eisini niður á eitt bøstykki, sum eitur Eysturi í Djúputoft. Bara orðið "toft" sigur ikki einki. So har, Eysturi við Garðar, var tann gamla bygdin við Gjógv, men kanska eisini longri niðri, oman móti Bakkanum Eysturi undir Hamri. Eystan fyri Seyðabólsá, komu menn niður á øsku. Øskan kemur ikki av sær sjálvari. Onkur má hava fýrt ella brent fyri øldum síðan. Har hava menniskju búð. Bygdin hevur havt eina vídd. Garðará kann heldur ikki hava navnið eftir ongum. Sverri Dahl vildi halda, at tær fornleivdir, sum eru funnir Eysturi við Garðará, væl kunnu benda á búseting í víkingatíð. (Sverri bað meg einaferð koma norður til Gjáar við sær, so at hann kundi hyggja eftir lendinum har eysturi. Tað var avrátt okkara millum; men stutt eftir doyði hann). Men har eysturi hava eingir fornfrøðiligir útgrevstrar verið. Eg havi altíð hugsað mær, at búseting við Gjógv kom í 1300-árunum. Men nú ivist eg ikki í, at hon er nógv eldri enn so. Var Gjógv eitt ærgi? Tað er als ikki óhugsandi, at Gjógv hevur verið eitt "ærgi" hjá Funningsbóndanum. Langt er millum Funning og Gjógv. Bara tað at røkta Ambadal er ikki løtuverk og so tað at sita við neytum og seyði so langt burturfrá, tað mátti onkur gera. Og Ambadalur er óhøgligur hjá Funningsmonnum. Ærgini ganga aftur í víkingatíðina. Bjørgini vóru heldur ikki høglig at søkja. Men fuglur sum tilfeingi gongur aftur í elstu tíð. Hann kom so ikki av sær sjálvum. Onkur mátti fara eftir honum. Hví avtoftaðist so henda fyrsta bygd og varð flutt norður til Ánna? Sagt hevur altíð verið, at har eysturi var so vindhart á høgætt; tí fluttu tey norðurum. Gjógv í Jarðarbókini Bygdin er nevnd í teirri fyrstu Jarðarbókini í 1584. Men við Gjógv er øll jørðin ogn. Tað sigst, at har var í gamlari tíð ein hálvmørk av "kongsi", og at ta hálvmørkina skuldu Gjáarmenn rokna burtur, so at kongur sat eftir við ongum. Um hetta var so, hevði tað helst verið tann fyrsta og einasta konfiskatiónin ella yvirtøkan av ríkisins ognum í Føroyum. Men Petur Jacob er í arbeiði sínum komin fram á fleiri gomul skjøl, ið prógva, at her er um annað mál at røða. Alt hetta fær lesarin nágreiniliga at vita, tá ið hann fer at lesa um tað nýggja jarðarbýtið, sum Johannes Poulsen (Jóannes tann Vísi) gjørdi í Funningi og við Gjógv í 1804 og tiltiknu Jarðarbók hansara, ið er eitt matematiskt meistaraverk, og í kapitlinum um Kirkjumørk og ta horvnu hálvmørkina. Men satt at siga, so er hettað stóra kapitlið um "Kirkjumørk", sum hon verður nevnd, ein krimisøga fyri seg, og hana má lesarin sjálvur lesa, tí eg dugi ikki at skriva krimisøgur. Eisini tað um innleggingar og gerði mugu latast til lesaran, hóast tey eru skjalfest við tekningum sum so nógv annað. Sama er um bøstykki og eigarar, ið lýst eru við hagfrøðiligum stabbum. Og eisini tað um torv og torvheiðar. Umlop Um tabellirnar hjá Løbner og um sornhús og mylnir noyðast vit at leypa um. Tó ber ikki til ikki at nevna sornkonuna Annu Sofíu. At vera sornkona var eitt heilagt embæti, bókstavliga at taka sær av Guðsgávuni. Sornkonan var nakin, og tá ið tey ungu høvdu hug at flenna eftir hesi konu, altíð við bróstunum frammi, tá helt Anna Sofía fyri: "Nei, einki er at flenna at, alt er Harrans verk." So sterk kann trúgvin vera - í klæðum ella uttan. Hetta er religiøsitetur av uppruna, og at sita ber var eingin skomm. Tað var ikki ein framsýning, men eitt embæti í tøkk fyri Harrans tænastu. Eg noyðist eisini at leypa um kapitlið um "Hagan og børgini" og um torvskurðarrætt, um skurðlomb, um hagabýti og hagamark og um Kunoyarskinnini, sum vóru eitt serligt "fenomen" við Gjógv. Hetta at lata nøkur skinn til Kunoyar. Hví hetta var, visti eingin í mínari tíð. Men tað veit Petur Jacob nú. Eg haldi meg tó vita, at Gjáarmenn valdu tey smæstu skinnini at senda til Kunoyar fyri at sleppa sum bíligast frá hesum skatti. Útróðurin Alt um útróðurin er so nógv, at tað er betri at lesa tað enn skriva tað. Bygdin hjá okkum var ein útróðrarbygd, opin móti Norðhavinum og høgættunum. Tað kostaði nógv. Onkuntíð vóru næstan eingir vaksnir menn eftir í bygdini. Eg haldi sjálvur, at hesar vanlukkurnar skapaðu eina "uppdrift" hjá dreingjum og gentum - sum var neyðug og ongantíð doyði útaftur. Tað stóð so nógv á, ja alt tilverugrundarlagið stóð á teimum ungu. Tí bara hetta at missa tvey áttamannfør í 1870 og eitt annað í 1884. Allar einkjurnar og tey faðirleysu børnini; meira enn tredivu. Hjálp var eingin at fáa uttan frá góðum fólki. Ein teggja hekk altíð á klinkuni, uttan at nakar segði, hvør ið hevði hongt hana. Hetta var tað sociala systemið í okkara bygd alt tað, ið eg havi hoyrt um. At fáa sær upp á træið ella at hava uppi á trænum mundi vera stór lívbjarging. Abbi Petur Jacob var kendur skipari, Petur Jacob á Fløtti. Abbasonurin greiðir frá, tá ið abbin fann eitt longumið norður í Fuglafjarðaroyðini. Har vóru fjúrtan ella fimtam fjórðingar at rógva út og aftur. Per, abbi mín, minstist bátsferðir í Fuglafjarðaroyðini við fullum báti av stórari longu. Onkuntíð í illveðri máttu teir kasta fyri borð fyri at lætta um bátin. Fiskaarbeiði Í hesum útróðrartíðum og eisini seinni var nógv fiskaarbeiði uppi á landi við Gjógv. Báðir handlarnir, hjá Óla Debes (og so seinni hjá Sofusi, soni hansara) og hjá Petur Christiani Joensen, keyptu fisk og høvdu stórar fiskakjallarar. Eg minnist, at Per abbi plagdi at flekja í fiskakjallaranum hjá Sofusi. Tey vaskaðu og turkaðu klippfisk Niðri í Fjøru. Sofus hevði eina stóra fiskavekt Niðri í Gjónni, og mær er sagt, at Danjál Klein, svágur Sofusar og leingi formaður í Føroya Fiskimannafelag, fylgdi við vektini, ella hevði roknskapin við henni fyri Sofus. Skotskir trolarar bjarga Teir skotsku trolararnir vóru ikki altíð so høgt í metum. Tað var við Gjógv, at Kvívíks-Jógvan yrkti "Trolaratáttin". Skotarnir hava tó ikki allir verið so ringir kortini. Petur Jacob nevnir eina dramatiska søgu um eitt áttamannafør frá Gjógv, sum á nátt í januar setti línuna 8 fjórðingar norður úr Rivtanga. Tá brast hann á við stormi av suðri. Tá var vandi á ferð, so stórur, at hugsingur var ikki at vinna upp land. Tá kom ein skotskur trolari fram at bátinum og legði seg fyri, so at báturin fekk lívd av honum, fekk menninar umborð og bátin upp á sleip í illveðrinum. Syðri ella innari tók hann eisini ein Leirvíksbát - og bjargaði báðum. Inn á Funningsfjørð við Gjáarbátinum og suður á Leirvík vi hinum bátinum. So, eingin er bara ringur. Í tøkk fyri hesa hjálp frá Captain J. Waldmore frá Grimsby, at uttan hana skriva bátsmenninir: "den uegennyttige og opofrende lejlighed, og uden hvilken vi vilde havde været redningsløst fortabte." Miðini Ikki ber til her at skriva um Norðhavsmiðiini hjá Gjáarmonnum og miðabøkurnar. Tann parturin er ein ritgerð fyri seg, og hon má lesast við øllum sínum ýtum og definitiónum. Ein sleppur ikki undan at hugsa um ta vitan og ta umhugsan, sum løgd er í hesar miðabøkur. Tá var tíbetur eingin teldutíð. Tó er gott at síggja aftur ta vøkru myndina av tveimum royndum útróðrarmonnum: Kristian á Rætt og Kristian í Hoygarðinum. Hon varð tikin, tá ið teir báðir tóku tað barkaða seglið niður av minnisvarðanum við Gjógv. Tað var ein vøkur løta at síggja tveir gamlar menn taka hetta symbolska seglið niðurav. Teir báðir vistu, hvat ið eitt segl var. Veðurmerkini Gott er at síggja Jógvan Sofus Ferjá, har sum hann situr og kryvur niðri í Gjónni, kendur útróðrarmaður og sjómaður, nógv við trolara. Fáur man kenna mið og plinkar sum hann, og fáur man hava verið so nógv í Gjónni, har hann hevur drigið so nógv upp á land. Hjá einum útróðrarmanni er neyðugt at duga at halda skil á veðrinum. Um tað veit Jógvan Sofus alt og hevur skrivað eina heila ritgerð um veðurmerki, sjálvt frá telefonsteyrunum. Hvussu vistu teir, nær hann kom av landsynningi? Poetiskt sigur hann: "Vit siga landsynningstømingur, tá ið hann liggur í fleiri dagar, og tað ger hann ofta: ikki skýggj fyri sól, besta terriætt við Gjógv. Tað er stjørnuklárt. Barometrið er eisini komið langt upp nú. Landsynningur er kyrrasta og besta útróðrarætt við Gjógv." Meira dramatikkur var í landnyrðinginum, sum Gjáarmenn altíð hava ræðst, tá ið "mjørkin liggur og kleimast um jóltíðir": "Nú er barometrið so lágt, so eg vænti hann skjótt koma á landnyrðingi." Hann mugu vit nevna: "Tað kann vera so ymist, sum talar fyri tí: nógvur havhestur í berginum, nógvur mureldur í sjónum; men tað er ikki altíð, mjørkin liggur og kleimist, um hann stendur og hóttir. Skýggini eru tó ofta so lágt, at tey koma nakað niður á fjøllini. - Stendur havið tá inn ígjøgnum og er sum ein ímpottur at síggja í landnyrðing, kann hann bresta á sum úr byrsumúlanum." Um landnyrðingin hevur Jógvan Sofus eisini hoyrt frá pápa sínum, Jóhan í Blásastovu, at pápi hansara, Jógvan í Blásastovu, hevði sagt, "at landnyrðingur kemur við eystfallinum". Verfaðir Jógvan Sofusar, Sjúrður á Rætt, plagdi at siga, at landnyrðingur ger enda á góðum og ringum veðri. Hann mundi vita, hvat hann segði. Her mugu vit sleppa veðurmerkjunum. Vanlukkan Tann stóra vanlukkan var hin 30. apríl í 1870. Tað er ein hending, sum stendur føst í sinninum hjá øllum Gjáarfólki. Bara Gjáarmenn vóru á Norðhavinum tann dagin. Tá gingu áttamannførini Fríðriksbátur og Rættarbáturin burtur. Tíggjumannafarið Stóri slapp inn á Funningsfjørð og fekk tann størsta sjógvin innan fyri Elduvíksnes. So, tá var veður á sjónum hart. Og tá ið teir komu til gongu oman til Gjáar, fóru tey at telja. Teir skuldu havt verið 34, men bara átjan vóru har. Tað hevur altíð verið sagt at vera hin eymkiligasta sjón, tá ið hvør leitaði eftir sínum - sum vóru, og so hinum, sum ikki vóru. Pól Klein hevur skrivað hesi orð: "Eg kvakk upp snimma á morni hin 1. mai av harðari mannarødd. "Teir koma, teir koma. Mannfjøld sæst í Dalinum" - tað var Hans Petur, sum rópti. - Eg fekk brøkurnar uppá og fleyg út. Nú nærkast mannamúgvan - øll, ið orka, ganga teimum á møti..." Men teir vóru so fáir, at skjótt var at telja. Og fyri at gera alt verri: Fjúrtan ár seinni gekk áttamannafarið Samløguløgan burtur í ódn í Djúpunum. Tá var lítið eftir. Bygdin mundi vera um at vera manntóm. Og tó kom hon undan. Tey ungu tóku við. Eftir tann "stóra skaðadagin", sum hann altíð hevur verið nevndur við Gjógv, og tá ið Samløgan fór, vórðu av teimum 33 faðirleysu 26, sum settu búgv við Gjógv. Einkjur og faðirleys Tað er dramatikkur ella sorgarljóð at lesa, at við hesum trimum áttamannaførum fórust 24 mans í bestu árum úr bygdini, og 16 mans eftir einum degi. Petur Jacob skrivar um hetta eftir vanlukkurnar: "Tað hevur verið sagt, at einkjurnar royndu at ugga og troysta hvør aðra. Hetta gjørdu tær m.a. á tann hátt, at tær plagdu at koma saman undir Grótheyggjahúsinum og seta seg har á ein stein, ið har var." Tað hava verið syrgiligir fundir. Sorgarsøgan kann illa vera størri. Men hon kom aftur í 1901, tá ið "Brúðrin" hvøldist á Hestbakkanum av einum grunnbroti, sum reisti bátin afturav. Har fóru so tríggir mans afturat. Og tá ið so "Kristina" fórst í 1920. Skipari var Gjáarmaðurin Axel Sivertsen; bestimaður hjá soninum var hin kendi skiparin Petur Jacob á Fløtti, abbi Petur Jacob Sigvardsen. Komandi var ikki inn á Gjógv, so Kristina kom á Funning. Pápi Petur Jacob, Karl Jacob, bar madrassuna hjá pápa sínum til Funnings. Tá ið teir vóru farnir, vendi skiparin Axal aftur á Klaksvík. Hann segði seg hava gloymt kumpassina. Tað trúðu menninir einki uppá. Hann hevði ikki sum skipari gloymt kumpassina eftir. Hann hevði gloymt Bíbliuna eftir. Og so var hildið út í hav. Og í Íslandshavi í ódnarveðri gekk Kristina burtur. Føroyatíðindi skrivaði tá: "Desværre kan det ikki dølges, at alt Haab er ude, og at man aldri vil spørge Tidende... Kristine af Klaksvig ført af Axel Sivertsen og med en Besætning paa 15 Mand afsejlede til Fiskeri paa Sydlandet den 21. Februar og er siden da sporløst forsvunden." Hetta var so ein ólukka aftur. Eg nevni bara, at av hesum seytjan vóru tveir teir elstu mannubeiggjarnir hjá mær. Á myndini síggja vit Axal skipara. Hann sær út sum ein skipari. Hjá Gjáarfólki ber heldur ikki til at sleppa uttan um vanlukkuna við "Acorn", sum Karl Anton Joensen, faðir Biskups, førdi, tá ið teir á Suðurlandinum fingu ein stórsjógv, sum breyt niður í lugarið og forlastina, so at eldur kom í karbiddunkarnar, sum vóru brúktir til lanternurnar. Eldur kom í lugarið og stórur skaði. Fleiri menn brendust og doyðu. Eg havi altíð hoyrt, at Karl sjálvur stýrdi skipinum eftir øllum Suðurlandinum, frá Meðallandsbugi, undir Eyjafløllum, vestur um Reykjanes og inn á Reykjavík. Teir, sum doyðu, liggja grivnir í tí gamla kirkjugarðinum í Reykjavík. Inn hagar fara nógvir føroyingar, tá ið teir eru har. Eitt ritverk má lesast Sjálvt um nógv er eftir, ber ikki til at skriva meira í einum ummæli. Hetta stóra ritverk má lesast, sum tað er. Har er so nógv annað eftir at lesa. Og tað má lesarin gera sjálvur, tá ið hann tekur sær stundir her um jóltíðir. Eisini til onnur til uppbyggilsi. Hetta er bara ein lítil præsentatión av einum verki, sum í uppvøkstri og mentan ikki stendur so langt frá mær sjálvum, men tó nær. Eitt mentað og vakurt verk - sum kann standa fyri allari bókmentaligari æru - ikki bara hjá Gjáarfólki. Og so alt keldutilfarið og allar tilvísingarnar gera hetta til eitt vísindaligt verk. Og hartil prentað við vøkrum heiðuri á Einars Prent, har sum so nógv onnur vøkur prentverk hava verið gjørd. Hanna Lisberg Nú er nóg mikið!!! Í gjár hoyrdi eg á Rás 2 eina røðu, sum landsstýrismaðurin Thorbjørn Jacobsen hevur hildið í Íslandi - og eftir øllum at døma hevur íslendingum dámt væl hesa røðu, tí hon varð send fleiri ferðir upp í saman. Hanna Lisberg Tórshavn 30.11.00 Í gjár hoyrdi eg á Rás 2 eina røðu, sum landsstýrismaðurin Thorbjørn Jacobsen hevur hildið í Íslandi - og eftir øllum at døma hevur íslendingum dámt væl hesa røðu, tí hon varð send fleiri ferðir upp í saman. Tað, sum undrar meg mest er: Hví kemur landsstýrið ikki straks og spyr okkum føroyingar!! Eg fari ikki at atkvøða fyri loysing, um so 1000 tals íslendingar bóðu meg hjálpa Høgna Hoydal at slíta! Torbjørn J. hakkaði øgiligt í tí, tá hann tók í aftur: moralska hjálp um ikki annað. Eg skilji ikki, at íslendingar vilja blanda seg uppí. Teir hava sjálvir brúk fyri at savna kreftir - her hugsi eg um at fáa hervaldið av landinum, sum teir hava kravt uppundir hvørt einasta val. Nei, landsstýrið eigur at venda sær til Føroya fólk við einum greiðum spurningi: c ja c nei so einfalt eigur tað at verða gjørt. Alt, sum samgongan hevur ráðst um, er miseydnað, men pengar hevur hon søplað burtur í stórum tali, serliga tá hugsað verður um talið av fólki, sum hevur verið við til hesar >>útferðir<< til Kristiansborg! Annars tykir mær, at landið verður stýrt av juristum, summir gott og væl lidnir at læra og tessvegna ongar lívsroyndir hava. Tað sær út sum færri og færri avgerðir verða tiknar av politikarunum. - Málið skal í eina nýggja nevnd - nei helst kannast av kanningarstjóra - um eingin juristur í landsstýrinum megnar hetta, ja, so fara vit út um og finna ein (tað hevur minni at siga, um hann kostar hálva ella heila millión) samanber viðv. Signar á Brúnni, ella tá landsstýrismálanevndin handaði løgmanni eina niðurstøðu, sum løgmaður einki gjørdi við, men vildi hava 400.000 at gjalda kanningarstjóra. Eru juristarnir í Tinganesi ikki nóg góðir, tá løgmaður vildi hava ein uttan í frá? Vit vanlig fólk duga at síggja, at alt í samfelagnum er niðurslitið, meðan so gott sum bara loysingarmálið verður viðgjørt - uttan úrslit. Sjúkrahús og starvsfólk eru niðurslitin - vegir - skip - fiskiskip og ferðaskip - skúlar og mangt annað er niðurslitið. Nær og hvussu vit fáa loyst hesar trupulleikar er ein stórur spurningur. Vit eru nú í somu støðu sum í 1948 viðv. heimastýrislógini, sum samgong-an hevur sligið seg til tols við. Á denn skomm! Enn havi eg ikki hoyrt nakað um, hvussu loysingin skal gjaldast! Í gjár varð sagt í tinginum viðv. vegagerð ávikavist í Kollafirði og Tjørnuvík vit hava ongar pengar til tað, sum krevst!!! Gud náði okkum, um vit fingu loysing við hesum landsstýrinum! Eg heiti á andstøðuna í skrivt og talu at siga fólki frá, hvussu nógv av øðrum málum liggja á láni, tí samgongan >>spælir loysing<<. Gud signi Føroyar! Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Lokaluppgerð á Hálsi Ein dystur verður leiktur í bestu mansdeildini mikukvøldið Hondbóltur Talan er um lokaluppgerðina millum bestu mansliðini hjá Kyndli og Neistanum. Samstundis, sum talan er um lokaluppgerð, tykist tað eisini, at dysturin er ein uppgerð um, hvørt av liðunum skal halda vetrarfrí ovarligari á stigatalvuni. Kyndil hevur við einum sigri møguleika at vinna seg upp á annað plássið, har StÍF í løtuni er, meðan Neistin hinvegin við einum sigri vinnur seg fram um Kyndil á triðja plássinum. Bæði liðini hava havt góð úrslit í seinastuni, men hóast hetta má Kyndil metast sum favorittur. Ikki minst grundað á avrikið móti VÍF um vikuskiftið. Hinvegin hevur Neistin vunnið seinastu seks landskappingardystirnar móti grannunum, so kyndilsmenn skulu helst ikki taka nakað sum helst fyri givið undan dystinum Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Útvístur áðrenn dystin Tað man vera sjáldsamt, men í spania fekk ein málverji her fyri reyða kortið frá dómaranum 40 minuttir undan dystarbyrjan Hetta hendi, tá eykamálverjin hjá Betis, sum spælir í næstbestu sponsku deildini, nýtti ikki serliga vakrar vendingar um dómaran, meðan hann tosaði við liðfelagar sínar undan dystinum. Dómarin hoyrdi tó, hvat málverjin, Joaquin Valerio, hevði sagt, og gav beinan vegin málverjanum reyða kortið, so Betis noyddist at spæla dystin uttan at hava eykamálverja á beinkinum. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Fleiri altjóða dystir Verður nýggja ætlanin við UEFA Cup kappingini veruleiki, kann hetta merkja, at føroysku umboðini fáa í minsta lagi 6 altjóða dystir um árið Altjóða fótbóltur Her á landi er vit so við og við vorðin von við, at føroyska luttøkan í altjóða fótbólti á felagsstøði er avmarkað til tveir dystir um árið hjá okkara umboðum. Aloftast er mótstøðan ov sterk í hesum dystum, og hóast talan í fleiri førum hevur verið um góð úrslit, so hevur hetta tó ikki rokkið til samlaðan sigur. Nýtt uppskot Sum ein avleiðing av ætlanini hjá fleiri europeiskum feløgum at gera sonevndu >>Atlants-liguna<<, hevur UEFA nú arbeitt við ætlanum um at umskipað UEFA-Cup kappingina. Tað uppskot, sum nú liggur á borðinum, inniber, at liðini í fyrsta umfarið verða koyrd í innleiðandi bólkar. Fýra lið í hvønn bólkin. Hetta vil innibera, at liðini fáa fleiri dystir, áðrenn tey møguliga verða sligin úr kappingini. Enn er talan tó bert um eitt fyribils uppskot, men skal metast eftir fyrstu viðmerkingunum, eru góðir møguleikar fyri, at uppskotið verður góðtikið. Millum annað hevur enska fótbóltssambandið sýnt uppskotinum stóran áhuga. Hósdagur 14. des. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Tingmaður umhugsar stevning Kristian Magnussen, løgtingsmaður, skuldsetti frá tingsins røðarapalli løgtingsmannin Páll á Reynatúgvu fyri at lóggeva í egnan lumma. Víst varð heilt greitt til málið um húsini á Teiginum á Sandi, sum hava skift eigara tríggjar ferðir seinasta hálvaannað árið Barnagarðsmálið Undir viðgerðini av §19 frágreiðingini, segði Kristian Magnussen av Løgtingsins røðarapalli, at Páll á Reynatúgvu sum nevndarformaður í Løgtingsins Trivnaðarnevnd lóggevur í egnan lumma. Páll á Reynatúgvu vísir skuldsetingunum frá sær og sigur, at hann umhugsar at stevna Kristiani Magnussen fyri skuldsetingina. Men hóast Páll á Reynatúgvu sigur seg hava arbeitt við barnagarðinum av berari idealismu, er tað ein sannroynd, at húsini, sum barnagarðurin er í, hava skift eigara á vegnum. Páll á Reynatúgvu hevur latið tey til eitt partafelag, sum hann er eigari í, og hetta partafelag hevur so aftur selt barnagarðin til Sands Kommunu. Málið snýr seg um, at Páll á Reynatúgvu, tingmaður Tjóðveldisfloksins, undir viðgerðini av frágreiðingini frá §19 nevndini helt, at ruddað eigur at verða upp eftir áttatiárini. Tað fekk Kristian Magnussen at koma við ábending um, at Páll á Reynatúgvu ikki var betri sjálvur, tí hann sum formaður í Trivnaðarnevndini hevur arbeitt við einum privatum barnagarði á Sandi, samstundis sum hann sum nevndarfomaður í Løgtinginum arbeiðddi við eini lóg, sum fór at geva Sands Komunu fleiri pengar, sum júst fóru at verða nýtti til barnagarð. Umhugsar stevning Talan er her um, at Løgitingið hevur samtykt, at lógin um býti av almannaútreiðslum millum land og kommunur er avtikin. Avtøkan ber millum annað í sær, at Sands Kommuna fær leysgivnar einar 600.000,- krónur, sum annars vórðu brúktar til almannaútreiðslur. Samstundis sum hendan lógin er fyri, er eisini uppskot um broyting av lógini um barnagarðar til viðgerðar. Kristian Magnussen heldur tað vera sera áfallandi, at samstundis sum hesar lógir eru til viðgerðar, arbeiðir formaðurin í Trivnaðarnevndini við at gera ein privatan barnagarð Heima á Sandi. Kristian Magnussen legði tað í orðingina av røðarapallinum í Løgtinginum, at Páll á Reynatúgvu var úti eftir privatum vinningi við hesi verkætlanini á Sandi. Páll á Reynatúgvu sigur í viðmerking við Sosialin, at hann umhugsar at stevna Kristiani Magnussen, so hann í rættinum kann prógva tann illgruna, hann leggur seg undir. Tað krevur so, at politiska órinið fyrst verður tikið frá Kristiani Magnussen. At róð verður framundir, at Lógarbroytingarnar koma sera væl við júst nú, soleiðis at Sands Kommuna fær eina góða hálva millión at brúka til barnagarðin á Teiginum, heldur Páll á Reynatúgvu vera at tilleggja sær evni, hann ikki visti seg at eiga. Eg haldi, at tað er at tilleggja mær sterkari hugflogsmessigar eginleikar, enn eg eigi, sigur hann. Páll á Reynatúgvu heldur ikki, at hann hevur ávirkað bygdarráðið á Sandi til nakað sum helst í hesum máli. Bygdarráðið hevur gjørt við pengarnar hjá Kommununi júst sum limirnir hava samtykt. Uttan ávirkan frá Pálli á Reynatúgvu, sigur hann. Inside vitan Páll á Reynatúgvu viðgongur tó, at hann væl visti um lógaruppskotini, áðrenn tey komu í Tingið. Tað vil siga meðan Almanna- og Heilsumálastýrið arbeiddi við teimum. Men hann leggur dýran við, at hann hevur ikki havt tey í huganum, tá talan hevur verið um barnagarðin á Sandi. Tann ætlanin er farin í gongd nógv fyrr enn so, sigur Páll á Reynatúgvu. Og hann metir seg á ongan hátt at hava útnyttað politisku støðuna ella sína politisku ávirkan í hesum máli. Annars heldur Páll á Reynatúgvu tað vera undarligt, at fjølmiðlarnir skulu fokussera so nógv upp á gongdina í málinum, heldur enn at hyggja at úrslitinum. Tað er nevniliga, at nú kemur ein barnagarður á Sandi. Og hann var ikki komin, um ikki tveir privatpersónar á Sandi høvdu farið undir hann av berari idealismu, sigur Páll á Reynatúgvu. Spurdur um hann ikki sjálvur helt tað vera rímiligt, at fólk fóru at vísa málinum áhuga, tá húsini, talan er um, hava skift eigara tríggjar ferðir síðan juli 1999, svaraði Páll á Reynatúgvu, at nú var hann ikki við. Tann 15. juli 1999 keyptu Páll á Reynatúgvu og Kristina Johannesen á Sandi húsini á Teiginum við tilhoyrandi jørð. Húsini vórðu síðan bygd um til barnagarð. Metingarmenn úr Havn settu tey í virði, og Páll á Reynatúgvu og Kristina Johannesen avhendaðu tann 5. oktober 2000 húsini á Teiginum til smápartafelagið Partú á Sandi. Tann 30. november 2000 seldi smápartafelagið Partú húsini á Teiginum til Sands Kommunu. Spurdur um her ikki var talan um beinleiðis spekulatión, sigur Páll á Reynatúgvu, at hatta eru tekniskir spurningar, sum hann als ikki kennir til. Hesum hava advokatur og grannskoðari hjá smápartafelagnum staðið fyri, og eiga teir at svara fyri tí. Páll á Reynatúgvu sigur seg ikki hava gjørt nakran handil við smápartafelgið Partú. Hetta felagið varð stovnað við tí fyri eyga at reka barnagarð á Sandi. Eftir ráðum frá áðurnevndu ráðgevum, vórðu húsini á Teiginum skotin inn í smápartafelagið sum ogn hjá felagnum. Hvussu tað innskotið fór fram, og um ikki selt varð við vinningi ímillum, veit Páll á Reynatúgvu ikki, sigur hann og vísir til advokat og grannskoðara. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá grannskoðara ella advokati, áðrenn blaðið fór til prentingar. Lyktakanning 2000 Tíðindaskriv Ráðið fyri Ferðslufrygd skipaði vikurnar 42 og 43 fyri ferðsluátakinum >>Lyktakanning 2000<<, har lagt var upp til, at bilførarin sjálvur kannaði, um ljósini vóru í lagi. Næstu tvær vikurnar, 30. oktober til 12. november 2000, gjørdi løgreglan sokallaðar grein 13 kanningar um alt landið. Samlaða úrslitið var at: 1998 1999 2000 Løgreglan í Havn kannaði 1596 2391 923 akfør Løgreglan í klaksvík kannaði 447 461 359 akfør Løgreglan í Runavík kannaði 299 510 915 akfør Løgreglan í Vestmanna kannaði 40 21 72 akfør Løgreglan í Miðvági kannaði 117 268 77 akfør Løgreglan í á Sandi kannaði 123 214 81 akfør Løgreglan á Tvøroyri kannaði 243 292 400 akfør Ella samanlagt 2827 akfør í 2000. ikki øll akførini vóru í lagi. 298 rapportir vóru skrivaðar, har talan var um: 1998 1999 2000 ljósini ikki vóru í lagi 121 280 113 ikki brúkt trygdarbeltið 89 116 141 ikki koyrikort hjá sær 101 164 95 dekkini ikki í lagi 3 23 16 ikki nýtt fallhjálm 0 0 2 ov nógv ferð 3 0 6 rúsdrekkakoyring 1 1 0 Bøturnar komu samanlagt uppá 101.925 krónur ALS: Stórar broytingar farnar fram Tíðindaskriv Skeiðið hjá sitandi stýri er nú runnið, og fíggjarætlan fyri 2001 løgd á stýrisfundi í dag. Í hesum 4-áraskeiði eru í samfelagi okkara farnar fram stórar broytingar, sum eisini endurspeglast í viðurskiftunum hjá ALS. Tá farið var til verka á heysti í 1996 hevði Arbeiðsloysisskipanin eina skuld uppá 72,3 mió. kr., eitt ársúrslit fyri 1996 uppá 450.000 kr. og eina eginogn uppá minus 17,7 mió., hóast inngjaldsprosentið í hesum tíðarskeiðnum var 2,75. Hetta var fyrsta árið, har skipanin hvørki fekk stuðul ella lán til raksturin. Talið á arbeiðsleysum var stórt, trupulleikar vóru við ógreiðleika í lógini, onkrar kunngerðir vóru framvegis ikki gjørdar og aðrar trongdu til dagføring. Nýggja stýrið setti sær fyri at royna at rógva aftur á beint við m.a. at fáa skuldina niðurgoldna, at konsolidera, so nakað var at standa ímóti við, at fáa inngjaldsprosentið niður, at fáa ávísingina og førleikagevandi tiltøk í fastar karmar, og at beina burtur ógreiðleikar í lógini. Lógin um ALs varð broytt í 1997, og sama árið var eginogn á fyrsta sinni positiv. Í 1997 var somuleiðis farið undir at afturrinda skuldina. Útrokningar vóru harumframt støðugt gjørdar um niðurseting av inngjaldsprosentinum og avgjørt var at byrja við at seta niður inngjaldsprosentið fyrstu ferð í juli 1997. Tá tað síðani vísti seg, at eginognin fór at vaksa skjótari, enn nakar hevði væntað, eins og arbeiðsloysið minkaði, so vildu nakrir stýrislimir, at útgjaldið til tey arbeiðsleysu varð hækkað, meðan onnur í stýrinum vildu hava, at útgjaldsskeiðið, sum í kreppuárunum var longt úr 2 árum til 3 ár og 2 mánaðar, varð stytt, og aftur sett til 2 ár. Henda umrøða er ikki liðug enn. Inngjaldsprosentið var 1. juli í ár komið niður á 1,5 og komandi ársskifti er eginognin væntandi 250 mió. kr. Hetta er nærum 3 ferðir tað, hon var, tá Arbeiðsloysisskipanin lat dyrnar upp, og nærum eins nógv og samlaða útgjaldið av arbeiðsloysisstuðuli var í 1993. Útgjaldið til tey arbeiðsleysu var tá 284 mió. krónur, og førdi hetta við sær eitt negativt ársúrslit uppá 121 mió. kr. Hóast eginognin nú er á einum ávísum støði, so er tó alsamt neyðugt at konsolidera, um tað kanska ikki verður gjørt við sama skjótleika sum higartil. Í samband við fíggjarætlanina fyri 2001 hevur stýrið gjørt av frá 1. apríl komandi ár at seta inngjaldsprosentið niður á 1,25. Við hesi broyting er alsamt pláss fyri konsolidering. Kunngerðir eru nú gjørdar til allar skipanir í ALS. Skipaðar reglur eru eisini fyri førleikagevandi tiltøkum, ið skulu stytta um tíðina hjá arbeiðsleysum í skipanini, og fiskavirkisskipanin er vorðin tryggari og einfaldari at umsita. Arbeiðsloysisskipanin saman við Fiskavirkisskipanini og Arbeiðsávísingini eru í dag vælrikin og effektiv og hava megnað støðugt at tillaga seg broyttum umstøðum - eisini at minka um starvsfólkatalið, tá arbeiðsloysið minkaði. Stýrið takkar leiðslu og starvsfólki fyri ágrýtni og avrik, og vónar, at tey alsamt fara at trívast sum meðarbeiðarar á Arbeiðsloysisskipanini. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Umsitingarleiðari hjá Løgmansskrivstovuni Petur S. Simonsen, sum í 13 ár hevur verið leiðari á Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð, fer komandi ár í annað starv Nøvn Síðani Landsmiðstøðin fyri Undirvísingaramboð varð sett á stovn í 1987, hevur leiðarin á stovinum itið Petur S. Simonsen. Innan stutta tíð fer Petur tó í annað starv. Hann er nú settur sum umsitingarleiðari hjá Løgmansskrivstovuni. Umsitingardeildin er ein tænastudeild hjá hinum deildunum á skrivstovuni, við ábyrgd fyri millum annað starvsfólka- og fíggjarviðurskiftum. Ein varði at fara frá Spurdur um tað nú er eitt lívsverk, sum hann fer frá, svarar Petur, at tað er kanska at gera í so nógv. Tað er tó einki at ivast í, at hetta er ein týðandi varði í starvstíð mínari, heldur hann. Tá eg varð settur í starv her fyri 13 árum síðani, kom eg so at siga til eitt skrivaraborð og ein stól, og síðandi havi eg verið við til at bygt stovnin upp. Í dag haldi eg meg kunna siga, at talan er um ein stovn, sum hevur fingið fótafesti í føroyskum undirvísingarverkinum, so tað er sjálvsagt, at hetta hevur nakað at siga fyri meg. 13 ár sum lærari Petur er annars fuglfirðingur, og er 53 ára gamal. Eftir at hava lokið studentsprógv í Danmark, varð hann í 1974 útbúgvin lærari. Síðani starvaðist tvey ár á Venjingarskúlanum í Havn, áðrenn leiðin gekk til heimbygdina, har hann árini 1976-87 virkaði sum lærari. Í 1987 varð hann so settur sum leiðari á nýggja stovninum. Meðan hann virkaði sum lærari, var hann eisini aktivur innan undirvísingaverkið í aðrar mátar. Virkin innan ítrótt Umframt at hava virka innan undirvísingarverkið, hevur Petur eisini verið sera virkin innan føroyska ítróttaheimin. Sum aktivur var tað einamest hondbóltin, sum hann fekst við, men eisinu flog- og fótbóltur hava staðið ovarliga á skránni. Tað er tó kanska serliga eftir hetta, at navn hansara í størri mun hevur verið at hoyrt í ítróttahøpi. Sum flogbólts- og serliga fótbóltsvenjari hevur hann í mong ár verið virkin innan fleiri ymisk ítróttafeløg, og enn hevur hann avgjørt ikki slept endanum í so máta. Hetta árið hevur hann sostatt virkað sum ungdómsvenjari hjá EB/Streymi. Hann hevur annars verið venjari hjá millum øðrum B36, HB, KÍ, ÍF og B68. Petur er giftur Gunrið, og saman hava tey børnini, Marthu, Pavlu, Sigrun, Jens Sigurð og Leiv. Eftir ætlan tekur hann við starvinum sum umsitingarleiðari á Løgmansskrivstovuni 1. apríl. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Bíbliur til øll Ikki færri enn 5 ymsar bíbliur komu á føroyska marknaðin mikudagin, og tvær afturat koma innan heilt stutta tíð Bíbliur Tað mundi kennast hálvgum komiskt, hálvgum syrgiligt, tá tað fyrr í ár bórust boð um, at ætlaða útgávan av nýggju bíbliuni var seinkað. Ætlandi skuldi hendan koma út í sambandi við hátíðarhaldið fyri kristindómin, sum var um hvítusunnuna, men vegna ein ár-2000 trupulleika á telduni, har bíblian lá, var øll setingin av hesum farin fyri skeyti. Í gjár, mikudagin, var so stóra løtan endiliga komin, og tað var ikki sørt av hátíðardámi yvir tíðindafundinum í Norðurlandahúsinum, tá bíblian varð sýnd fjølmiðlunum. Hans Jacob Joensen legði fyri, við at greiða frá, hvussu nýggja bíbian er uppbygd. Umsetingin er framvegis tann væl kenda frá Dahl og Viderø, men tað er serliga í uppsetingini, at nýggja útgávan víkir frá teirri gomlu. Ístaðin fyri at verða sett upp vers fyri vers, er nýggja útgávan sett í pettum, soleiðis at samanangurin millum einstøku versini gerst sjónligari. Eisini er sum nakað nýtt eitt yvirlit yvir orðafrágreiðingar at finna í nýggju útgávuni, har greitt verður frá ymsum hugtøkum, umframt at bæði orðalisti og eitt kort yvir ymisk bíbilsk støð eisini er at finna. Tiltrongt Bergur Debes Joensen, prestur, sum er limur í stiftsnevndini fyri Føroyar, greiddi eisni nakað frá bíbliuni, og serliga legði hann dent á, hvussu stórur tørvur hevur verið á nýggju útgávuni. Tað er nú meira enn eitt ár síðani, at gamla bíblian varð útseld, og síðani hetta hevur hon ikki verið at fingið hendur á. Orsøkin til, at gamla útgávan ikki varð endurprentað, segði Bergur vera, at tað tá vildi verið talan um eina ógvuliga dýra loysn, og tí varð tað hildið at verða skilabetri at bíða. Eisini hóast tað onkuntíð nærum hevur verið ein pínlig støða hjá teimum at standa í. Millum annað vísti hann á, at tað í hansara sókn hava verið trý lið av konfirmantum, sum ikki hava fingið nakra bíbliu, men samstundis vísti hann á, at hesi nú verða kallaði saman, soleiðis at tey ikki verða við sviðið soð. Nógvir og ódýrir møguleikar Nú dagurin so endiliga kom, tá nýggja útgávan varð send á marknaðin, var tað við ikki sørt av stoltleika, at teir báðir kundu vísa á rúgvusmikla úrvalið av bíblium, sum nú eru at fáa. Umframt fýra útgávur av sjálvari bíbliuni, er talan eisini um eina teldutøka útgávu og eina bók við úrvalssøgum úr bíbliuni. Í vanligari stødd fæst bíblian í tveimum útgávum. Einari við stívari permu, har Edvard Fuglø hevur prýtt kápuna, og einari meira klassiskari, kanska heldur fínari, útgávu við svartari permu. Tann við stívari permu fæst til keyps fyri hálvt annað hundrað krónur, meðan hin kostar ein hundraðkrónuseðil afturat. Umframt vanligu støddina, fæst bíblian eisini til keyps í bæði minni og størri formati. Tann minna, sum kostar, er ein sera snotulig útgáva. Á stødd við sonevndu time-managers, og er fast innbundin í leðurumslag. Bergur nevndi hesa fyri bæði ferða- og ungdómsbíbliu, og kemst hetta einamest av, at hon kanska er meira handug ella fittlig enn vanliga útgávan. Krúnan á verkinum Einki er tó at ivast í, at krúnan á verkinum er sonevnda ríkis- og ættarbíblian, ella drotningabíblian, sum hon eisini verður rópt. Hetta seinna, tí hon sum nakað serstakt er prýdd við sera væl eydnaðum strikumyndum, sum Drotning Margretha hevur teknað. Hendan bíblian er væl størri í vavi enn hinar, og hevur eisini eitt yvirlit fremst, har til ber at viðmerkja merkidagar innan ættina, serstakar hendingar, ella hvat nú hevur áhuga. At hendan útgávan eisini ber heitið, ríkisbíblian, kemst av, at hon verður útgivin í Danmark, Grønaldni og Føroyum í so at siga sama sniðið. Einasti munurin er perman, sum er serstøk í hvørjum landi. Hendan er nevnliga gjørd soleiðis, at í permuna er feldir teir tríggir krossarnir. Sigmundarkrossurin fyri Føroyar, Smærublaðið fyri Grønland og Dagmarskrossurin fyri Danmark. Í føroysku útgávuni er Sigmundarkrossurin so gyltur, meðan tað sjálvsagt eru Smærublaðið og Dagmarskrossurin, sum eru gyltir í ávíkavist grønlendsku og donsku útgávuni. Ríkis- og ættarbíblian, sum er væl størri í vavi enn hinar, kostar 600 kr. Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at framsýning við strikumyndunum hjá drotningini í løtuni er í Danmark, og at hesar ætlandi verða sýndar fram í Listaskálanum í Havn innan stutta tíð. Tvær serstakar Eisini bíblian fylgir við tíðini, og tí er hon sjálvandi eisini at finna sum teldutøk. Hendan er á trimum ymsum málum, og fæst til keyps fyri 575 kr. Sætta og seinasta útgávan í hesum umfarinum er ikki ein rættilig bíblia, men sum navnið sigur eitt savn av útvaldum bíbilskum søgum. Hesar eru skrivaðar soleiðis, at upprunateksturin úr bíbliuni er prentaður óbroyttur, umframt at myndir av ymsum slag eisini eru við til hvørja av teimum 50 søgunum í bókini. Til tess at binda ymsu hendingarnar saman, eru so serstakir tekstir settir ímillum hvørja av søgunum. Ein til tey yngstu Umframt tær seks omanfyristandandi útgávurnar, so kemur eisini ein bíblia til tey yngstu børnini á marknaðin í næstum. Talan er um eitt savn av lætt lesiligum bíbilskum søgum, sum eru umsettar frá teirri donsku útgávuni, Børnenes computer-bibel. Á føroyskum ber hendan heitið, Barnabíblia - 50 bíbilsøgur. Umframt at innihalda bíbilskar søgur, er eisini ein fløga við hesi bókini, ella skuldi ein kanska sagt tvær fløgur. Hendan er nevnliga skikkað soleiðis, at setir tú hana í fløguspælaran, eru 12 sangir at lurta eftir. Sangir, har tekstirnir eru nakrar av teimum søgunum, sum eru at lesa í bókini. Úrvalið av sangarum á fløguni er víttfevnandi, og millum annað kunnu bæði Rasmus Magnussen, Robert McBirnie, Eivør Pálsdóttir og Regin Guttesen hoyrast, umframt at onkur sangur eisini verður sungin av einum tríbólki. Verður fløgan sett í telduna, er talan hinvegin um 12 smærri telduspøl, sum øll snúgva seg um bíbilskar hendingar. Til ber til dømis at fylgja við, meðan Gud skapar heimin, at hjálpa Móses at sleppa undan krokodillum og at hjálpa Dávid við at skjóta Goliat. Hendan seinasta útgávan verður givin út av Bókadeild Føroya Lærarafelags í samstarvið við skúlabókagrunnin. Av misgávum er sjálv bólin ikki komin til landið enn, tí hon umvegis Hong Kong og Rotterdam nú er endað í Íslandi. Hon var annars við føroyskan keikant fyrr í vikuni, men mánadagin skuldi hon so verið at fingið til keyps í bókabúðum kring landið. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt djúpt lágtrýst, 972 hPa. í landsynning úr Føroyum fer móti Suður-Noreg. Lágtrýstið yvir Suður-Noreg fer eystureftir og ein hátrýstryggur frá Eystur-Grønlandi til Azorurnar fer somuleiðis eystureftir og verður væntandi yvir Føroyum fríggjadagin. Veðrið í dag: Skrið av norði og ælingur, partvís kavi. Hitin millum 1 og 4 stig. Móti kvøldið minkar hann vindin niður í ein strúk. Veðrið fríggjadagin: Hann minkar vindin niður í lot av ymsum ættum og sólglottar, men kanska okkurt kavaælið. Hitin um dagin um frostmarkið, um náttina niður í 1 til 4 kuldastig. Veðrið leygardagin: Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eitt skifti avfall, partvís kavi. Út á seinnapartin andøvsgul av útsynningi og yvirhøvur turt. Hitin millum 1 og 4 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi og sunnudagin yvirhøvur turt, men mánadagin regn. Hitin millum 4 og 8 stig. Í gjár: Eitt djúpt lágtrýst, 972 hPa. í landsynning úr Føroyum fer móti Suður-Noreg. Í dag: Lágtrýstið yvir Suður-Noreg fer eystureftir og ein hátrýstryggur frá Eystur-Grønlandi til Azorurnar fer somuleiðis eystureftir og verður væntandi yvir Føroyum fríggjadagin. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Breið undirtøka fyri málbroyting Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at staðfesta føroyskt sum tjóðarmál í Føroyum fekk góða móttøku undir fyrstu viðgerðini á tingið. Tingmenn tosa um, at samt løgting kann samtykkja málið Javnaðarflokkurin hevur lagt eitt uppskot fyri tingið um broytingar í heimastýrislógini. Flokkurin ætlar, at uppskotið skal hava við sær, at føroyskt verður staðfest sum tjóðarmál í Føroyum. Móttøkan av uppskotinum var góð, tá fyrsta viðgerð var í tinginum fríggjadagin, og málið er nú í uttanlandsnevndini, sum skal viðgera tað víðari. Sambandsflokkurin tekur fult undir við hesum uppskotinum, og vit fegnast um, at Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at rætta mannagongdin verður brúkt í hesum máli, sigur Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins. Óli Breckmann tekur eisini væl ímóti uppskotinum, og undir viðgerðini á tingið segði hann, at um eitt samt løgting tekur undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum, verður danska stjórnin noydd at eftirlíka føroyska ynskinum. Heimastýrislógin í nógv ár Jóannes Eidesgaard legði vegna Javnaðarflokkin uppskotið fyri tingið í síðstu viku. Í uppskotinum verður sagt, at heitast skal á landsstýrið um at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um støðuna hjá føroyska málinum í Føroyum. Landsstýrið skal gera semju við donsku stjórnina um, at lagt verður fyri løgtingið og fólkatingið uppskot til broyting í heimastýrislógini soleiðis, at grein 11 í lógini fær orðingina, at føroyskt er tjóðarmál í Føroyum. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Jóannes Eidesgaard, at líkt er til, at heimastýrislógin verður politiskur veruleiki næstu 15 til 20 árini, eftir at landsstýrið gjørdi semju í fullveldismálinum fyrst í november mánaði. Jóannes Eidesgaard vísir á, at tá europeiski sáttmálin um økismál og minnilutamál varð staðfestur, fekk føroyska málið ivasaman heiður. Danski uttanríkisráðharrin vísti til orðingina í grein 11, tá føroyskt gjørdist høvuðsmál og ikki tjóðarmál. Verður grein 11 í heimastýrislógin broytt, so má yvirlýsingin eisini broytast. Nakað er tí litið okkum upp í hendur at fáa avgreitt sigur Jóannes Eidesgaard. Stóran týdning Jákup Sverri Kass úr Sjálvstýrisflokkinum leggur eins og Óli Breckmann upp til, at eitt samt løgting kann samtykkja uppskotið hjá Javnaðarflokkinum. Tað hevur stóran týdning fyri okkum í Sjálvstýrisflokkinum, at føroysk verður staðfest sum tjóðarmál hjá føroyingum, og at rættarstøðan í hesum máli verður staðfest, sigur Jákup Sverri Kass, løgtinsmaður. Umboðini hjá Tjóðveldisflokkinum tóku ikki eins væl undir við uppskotinum. Hergeir Nielsen, formaður í uttanlandsnevndini, lovaði at geva uppskotinum eina sakliga viðgerð í uttanlandsnevndini, men hann segði seg ivast í, um landsstýrið kundi koma nakran veg við málinum. Landsstýrið stríðist longu nú við at vinna føroyska málinum sín rætt, men tað er gjøgnum fullveldistilgongdina og ikki gjøgnum heimastýrislógina, og tí kann hetta uppskotið tykjast sum dupultkonfekt, sigur Anita á Fríðriksmørk, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin. Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum er nú uttanlandsnevndini, har tað verður viðgjørt. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Sernámsnevndin sett hol á arbeiðið Nevndin ásannar, at kanningin av sernámsfrøðisliga økinum er umfatandi, men vónar at verða liðug til ásettu tíðina Trímannaða nevndin, sum skal kanna Sernámsdepilin og alt tað sernámsfrøðisliga økið, hevur havt sín fyrsta fund. Í nevndini sita Hans Trygvi Teirin, Tóra Tóroddsdóttir og Steintór Rasmussen, og tey høvdu fund í Havn mánadagin. Frammanundan hevur eisini ein fundur verið millum nevndina og landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum, Torbjørn Jacobsen, sum hevur sett kanningina í verk. Vit hava gjøgnumgingið arbeiðssetningin og tosa um, hvussu arbeiðið kann skipast. Enn hava vit ikki lagt ein neyva ferðaætlan, men tað skulu vit gera til nýggjárs, sigur Hans Trygvi Teirin. Atfinningar og ivi Kanningin av Sernámsdeplinum og sernámsfrøðisliga økinum er komin í lag, eftir at atfinningar hava verið móti stovninum og økinum. Løgfrøðingar hava sátt iva um løgfrøðisliga grundarlagið undir Sernámsdeplinum, og politikarar hava kravt, at okkurt varð gjørt við viðurskiftini. Leiðslan á Sernámsdeplinum segði seg úr starvi, tá Torbjøn Jacobsen kunngjørdi, at ein umfatandi kanning skuldi gerast av stovninum og økinum. Marita Petersen og Ása Ellefsen hildu, at landsstýrismaðurin hevði sátt iva um leiðsluna, og at útlit ikki vóru fyri, at ein loysn varð funnin á trupulleikunum á stovninum innan rímiliga tíð. Ongan formann Nevndin, sum er sett at arbeiða við málinum, skal koma við einum tilmæli til landsstýrismannin áðrenn 1. oktober komandi ár. Hetta tilmæli verður so grundarlag undir víðari politisku viðgerðini av málinum. Arbeiðssetningurin er rættiliga drúgvur, og arbeiðið er umfatandi, men vit vóna, at vit kunnu verða liðug til ásettu tíðina, sigur Hans Trygvi Teirin. Hann sigur, at nevndin ikki hevur valt nakran formann, men at tey hava avgjørt at arbeiða á jøvnum føti. Vit trý í nevndini fáa hvør í sínum lagi ábyrgd av pørtum av kanningini, men vit koma sjálvandi at arbeiða tætt saman. Vit eru so fá í nevndini, at vit hildu tað ikki verða neyðugt við einum formanni, sigur Hans Trygvi Teirin. Byrja eftir ársskiftið Nevndin hevur avtalað, at næsti fundur skal verða beint eftir ársskiftið, men fram til tann fundin, ætla tey trý í nevndini at samskifta nógv. Tey skulu gera eina neyva ætlan um, hvussu kanningin skal fara fram, og hvussu teir ymisku partarnir skulu skipast. Fyrst í komandi ári ætlar nevndin so at fara undir tað ítøkiliga arbeiðið. Tað stóð orð móti orði 51 ára gamal maður var í Føroya Rætti fríkendur fyri siðamibrot Týsdagin var ein maður, sum var ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á ein 9 ára gamlan drong, fríkendur í Føroya Rætti. Ákæruvaldið kravdi, at maðurin varð fongslaður í minst eitt ár, men dómarin fríkendi mannin. Dómarin segði, at frágreiðingin hjá dreinginum tóktist verða eftirfarandi, men eingi vitni kundu stuðla frágreiðingini, og eingi teknisk prógv vóru fyri brotunum. Tá maðurin noktaði seg sekan í ákærunum, var tað orð móti orði, og so brúkti dómarin meginregluna í rættarskipanini um, at allur ivi skal koma tí ákærda til góðar. Kann fáa endurgjald Tann 51 ára gamli var handtikin 17. november, og dagin eftir var hann varðhaldsfongslaður. Maðurin var ákærdur fyri í seks førðum at hava gjørt seg kynsliga inn á ein 9 ára gamlan drong. Fimm av brotunum skuldu verða farin fram í heiminum hjá manninum, og eitt í heiminum hjá dreinginum. Maðurin, sum varð frídømdur, hevur sitið 25 dagar í varðhaldi, og hann kann nú søkja um endurgjald fyri hetta. Ákæruvaldið hevur ikki tikið støðu til um dómurin skal skjótast inn fyri landsrættin. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Nýggi Smyril eitt lítið sindur seinkaður Arbeiðið at projektera nýggja Suðuroyarskipið, skuldi verða liðugt í dag, men tað verður tað ikki. Tað er nú greitt, at tíðarætlanin, sum varð sett til at byggja nýggjan Smyril, fer ikki at halda heilt. Men frávikið í tíðarætlanini, verður kortini ikki stórt Eftir ætlanini , skuldi arbeiðið at projektera tað nýggja suðuroyarskipið verða liðugt í dag. Men tað verður tað ikki Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tað verður ikki fyrrrenn vit eru komin nakað út í januar, at arbeiðið at projektera skipið, verður liðugt. So talan er ikki um nakra nevniverda seinking. Strandferðslustjórin sigur, at talan er um eina so stóra verkætlan, at tað hevur allarstørsta týdning at fyrireika arbeiðið væl fyri at úrslitið skal vera so gott sum gjørligt. Tí halda vit, at tað er skeivt at streingja á fyri at fáa arbeiðið liðugt til ásetta dagin, tí avleiðingin av tí kann verða, at alt verður ikki nóg væl gjøgnumhugsað. Vit halda, at tað hevur nógv størri týdning at fáa skipið lagt so væl til rættis sum gjørligt og tí hava vit gjørt av, at tað skal taka tað tí, sum tað krevur. Strandferðslan heldur , at hetta fer eisini at gera arbeiðið bæði lættari og bíligari í longdini. Og orsøkin til, at skipið er seinkað, er júst tað, at tað eru ymsir lutir í skipinum, sum skulu viðgerast gjølligari. Annars sigur hann, at arbeiðið gongur hampiliga væl. Umboð fyri Knud E. Hansen, sum er felagið ið projekterar skipið, hava verið í Føroyum í hesi vikuni . og týsdagin kunnaði Strandferðslustjórin og umboðini fyri Knud E. Hansen, vinnumálastýrið um arbeiðið higartil. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Bergtakandi Tutl gav týsdagin enn eina fløgu út. Hetta eru upptøkur gjørdar úti í holum í Nólsoy og Hesti við dananum Karsten Vogel. Fólk hava havt møguleika at fara til hesar konsertir við sluppini Norðlýsinum. Fløgan nevnist "Light When Dark" Tú hoyrir sjógvin í bakgrundini, og tú fært eina kenslu av, at tú ert úti á havinum. So blæsur Kartsten Vogel í ljóðføri, saksofonina, og tú verður tikin til ein annan heim. Í helli úti í Nólsoy ella Hesti. Afturljóðið er so gott, at tað tekur umleið fimtan sekund frá tí at tónin er farin úr ljóðførinum, til hann er tagnaður. "Bergtakandi" var orðið, sum ein blaðmaður á Sosialinum nýtti um konsert, hann hevði verið til í eini holu úti í Hesti í summar, har ein hevði spælt á saksofon. Nú fløgan hevur ligið í fløguspælaranum, kann ein bara geva blaðmanninum rætt í, at tað er bergtakandi. Bert harmiligt, at ein sjálvur ikki hevur verið við Norðlýsinum ein túr har úti og upplivað hetta fyribrigdi. Tað verður næsta summar, tá byrjað verður aftur. Tað hevur víst seg, at hesir túrar við Norðlýsinum hava verið sera væl dámdir av útlendskum ferðafólki og ikki minst føroyingum. Birgir Enni, sum er skipari á Norðlýsinum, sigur, at tað er mangan, at fólk standa við tárum í eygunum, eftir at hoyrt Vogel spælt. Við tara Tá fløgan varð løgd fram fyri fjølmiðlunum varð borðreitt við turkaðum tara fyri at seta ein serligan dám á, meðan fløgan ljómaði gjøgnum hátalararnar. Upptøkurnar eru gjørdar 22. og 29. mai í ár, og tað er Kartni Fornagarð, sum hevur staðið fyri upptøkunum. Kristian Blak frá Tutl og Kartsen Vogel hava staðið fyri framleiðsluni av fløguni. Vogel hevur sjálvur gjørt tólv av teimum fjúrtan løgunum á fløguni. Kristian Blak sigur, at tey hava havt sera góðar royndir við slíkum fløgum. Í 1998 var ein líknandi fløga givin út, og hon er seld í næstan 2000 eintøkum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at upptøkur hava verið gjørdar í holum og hellum í Føroyum. Í 1984 varð pláta givin út, sum varð tikin upp í einum helli á Sandoynni. Hesin eitt sindur øðrvísi mátin at gera tónleik hevur vakt ans í Evropa, og Kristian Blak sigur, at fleiri av teimum stóru bløðunum hava skrivað um konsertirnar. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Álvur Áarstein, stjóri á Veri-Con:- Misvísandi samanbering av kostnaðinum Álvur Áarstein, stjóri á Veri-Con, er misnøgdur við gongdina í málinum um høllina í Hoyvík. Hann heldur, at býráðið hevði ikki sloppið undan øðrum útreiðslum, sjálvt um tikið varð av tilboðnum frá KJ Smíð uppá 9,8 milliónir Veri-Con hevur havt um hendi at projektera høllina og hevur eisini innstillað fyritøkurnar, sum hava sent tilboð inn. Í samrøðu við Álv Áarstein sigur hann seg harmast almikið, at fólk hava kunnað fingið ta fatan, at Veri-Con hevur fingið eina samsýning uppá 17% fyri projekteringina. Hesum vísir hann aftur og sigur, at hon er bara ein lítil partur av hesum. Fyritøkan KJ Smíð er misnøgd við, at teir ikki hava fingið jørð, kloakk og betong arbeiðið, tí teir ikki eru limir í Meistarafelagnum, hóast fyritøkan hevði lægsta tilboðið. Álvur Áarstein heldur hinvegin, at málið hevur tikið eina skeiva vend. Eftir lisitatiónina gjørdu vit ta fyrstu innstillingina. Í tí sambandi vendu vit okkum til Meistarafelagið fyri at fáa teirra viðmerkingar um fyritøkurnar. Teir upplýstu okkum, hvør var limur í Meistarafelagnum, og eingin, sum ikki var limur, varð innstillaður, sigur Álvur Áarstein. Hetta varð gjørt, tí um eitt felag, sum ikki er limur í Meistarafelagnum, fekk arbeiðið, høvdu hini ikki kunnað arbeitt á sama arbeiðsplássi. Tað stendur ikki beinleiðis í reglunum, at tilboðsgevarin skal vera limur, men vit kunnu ikki mæla býráðnum til at fara í eina ósemju við Meistarafelagið, sigur Álvur. Álvur sigur, at trý feløg vóru ikki limir, og tey vórðu ikki innstillað. Síðani hevur Veri-Con ikki gjørt meira við málið. Hesi trý feløgini høvdu øll lægsta tilboðið fyri okkurt av arbeiðunum. Tað hevur víst seg síðani, at onkur av hesum fyritøkunum, sum ikki var á limalistanum hjá Meistarafelagnum, hevur teknað seg sum lim aftaná og fingið viðurskiftini í rættlag. KJ Smíð vísir tó á, at annar av monnunum í fyritøkuni, Jóni Durhuus, er limur, meðan hin, Kristen Johansen, ikki er limur. Tað var bara Kristen Johansen, sum varð áteknaður á tilboðið, sigur Álvur Áarstein. Sjálvt um býráðið hevði tikið av tí samlaða tilboðnum hjá KJ Smíð uppá 9,8 milliónir, hevði tað ikki sloppið undan øðrum útreiðslum í sambandi við arbeiðið, sigur Álvur Áarstein. Eg harmist um, at viðgerðin av málinum ikki hevur verið nøktandi fyri okkara part og í onkrum føri beinleiðis misvísandi. Tað er fullkomiliga burturvið at ákæra okkum fyri at gera avtalur við aðrar arbeiðstakarar fyri at fáa ein "størri bita av køkuni", sum tikið verður til í greinini, sigur Álvur Áarstein. Víst verður á, at projektering og eftirlit er sáttmálabundið til ein fastan prís. Triðja bind av Føroya Søgu útkomið Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út triðja bindi av "Føroya søgu" eftir Hans Jacob Debes, professara Í hesum bindi verður roynt at binda træðrirnar aftur til fyrsta og annað bind. Byrjað verður við einum broyttum samfelagsstøði eftir Gablatíðina. Greitt verður frá kongliga einahandlinum frá 1709, frá hugsanunum aftanfyri, frá handilsskipanini, vøruframleiðslu, útflutningi og innflutningi, sølu av føroyskum vørum uttanlands og frá øllum týðandi pørtum av búskaparskipanini. Nomið verður við "Vágsbotnstíðina", og greitt verður frá neyð og ófriði. Í hesum sambandi slepst ikki undan at greiða frá framburðsmanninum Nólsoyar-Pálli og virksemi hansara í stutta æviskeiðinum, sum endaði á havinum og bert var komið í helvt. Eisini verða tikin fram týðandi samfelagsmál sum mentan og upplýsing eftir siðaskiftið. Latínskúlan úti á Reyni í Havn, har ið føroyskir dreingir lærdu t.d. latín, grikskt og hebraiskt, verður viðgjørdur. Nevnd og lýst verða ritverk um Føroyar. Álop frá fremmandum skipum og "turkiskum" sjórænarum og verjutiltøk ímóti ágangi verða umrødd. Spurningurin um sjómark og havrætt verður tikin fram. Viðgjørd verða jørð og ognarviðurskifti, støða teirra fátæku og bond og skyldur, sum vóru løgd á tey, og søgan um tey spitølsku á Argjum. Teir seinastu kapitlarnir eru um tey politisku viðurskiftini: skilnaðin frá Noregi í 1814, avtøkuna av øllum fornum politiskum stovnum, so sum Føroya aldagamla løgtingi, løgrættumannaskipanini og løgmansembætinum, og at Føroyar verða gjørdar til eitt danskt amt, stýrt av donskum embætismonnum. Aftast í bókini eru keldur og bókmentir og leitorð til bindini 1-3. Eins og í fyrsta og øðrum bindi er eisini í hesum bindinum hópur av myndum, nógvar í litum. Kápumyndina hevur Ingi Joensen gjørt. Hestprent hevur staðið fyri sats- og reproarbeiðinum, og Scanprint hevur havt prentingina um hendur. "Føroya søga 3" er 287 síður til støddar og fæst í bókabúðunum fyri 280,- kr. Eirikur Lindenskov - Eirikur@sosialurin.fo Fyrsta føroyska metbókin Forlagið Føroya Met hevur givið út fyrstu føroysku metbókina Í vikuni kom út fyrsta føroyska metbókin. Tað er forlagið Føroya Met, sum gevur út bókina, sum er 200 blaðsíður til støddar. Í bókini eru umframt ørgrynnu av reint føroyskum metum, umleið 180 myndir, siga útgevararnir í tíðindaskrivi. Ritstjóri er Sonni Jacobsen, og er tilfarið savnað inn seinasta árið. Uppsetingina av permuni hevur Páll Joensen í Miðvági gjørt, og bókin er prentað á Dimmalætting, sum eisini hevur staðið fyri umbrótingini av bókini. Í forðorðunum í bókini verður sagt, at sum við allari byrjan, so hava høvundarnir trilvað seg fram, tí ongar royndir vóru at dúva uppá. Talan er uttan iva um eina spennandi bók, tí tað er forkunnugt at lesa um føroysk met. Tó er okkurt sum bendir á, at nóg stórur ómakur ikki hevur verið gjørdur til tess at kanna eftir, at tað, ið skrivað hevur verið, er rætt. Eitt nú stendur á síðu 16 um fyrsta skúlabygning í Føroyum. Har verður nevndur latínskúlin úti á Reyni í Havn. Her verður sagt, at hann varð bygdur í Havn í 1628 (sum eisini rætt er) >>á leið har H. N. Jacobsens Bókhandil nú er, og hann varð bygdur dygst við kirkjuna og prestagarðin, ið stóðu har tá...<< Hetta er beinleiðis skeivt, tí latínskúlin var úti á Skúlareyni. Í bókini er eisini mynd av hesum gamla skúla, og í myndatekstinum verður sagt, at hetta er H. N. Jacobsens Bókahandil. Høvundarnir blanda her tingini saman. Gamli Bókhandil er gamli Realskúlin, sum var bygdur í 1861 - hann hevur einki við gamla latínskúlan at gera. Latínskúlin lá nærindis prestagarðinum, sum enn stendur úti á Reyni - og har stó kirkjan eisini, til Havnar Kirkja varð bygd í 1788. Slíkir skeivleikar lýta bókina. Í bókini eru sum nevnt nógvar myndir, men her hava høvundarnir heldur ikki gjørt sær ómak, tí myndagóðskan er út av lagi vánalig. Sum myndakeldu uppgeva høvundarnir m. a. Sosialin (tað vita vit her á blaðnum einki um) og Dimmalætting, men vánaliga góðskan bendir á, at høvundarnir hava skannað myndir úr bløðunum heldur enn at keypa tær frá bløðunum, sum sjálvandi eiga einkarrættin upp á myndirnar. Summar myndir síggja út til at verða kopieraðar beinleiðis úr Internet-Sosialinum og øðrum heimasíðum. Annars ein áhugaverd bók at blaða í... Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Karsten Hansen í jólahýri Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir nú løgtinginum til at lætta um skattatrýstið á lág- og miðalinntøkunum frá 1. januar Skattalætti Karsten Hansen, landssstýrismaður í fíggjarmálum, er umsíðir sinnaður at lata skattaborgaran sleppa eitt sindur bíligari. Týsdagin legði hann fram uppskot um skattalætta, sum í tveimum umførum minkar um skattatrýstið og gevur løntakarunum nakrar túsund krónur meira at liva fyri um árið. Skattalættin kemur fyrst og fremst lág- og miðalinntøkunum til góðar. Skattaprosentini fyri trý tey niðastu stigini í skattastiganum verða lækkað nakað yvir tvey ár, og harumframt verður botnfrádrátturin í lands- og kommunuskattinum hækkaður. Botnfrádrátturin hækkar í fyrsta umfarið 2.000 krónur 1. januar næsta ár - úr 17.000 upp í 19.000 krónur. Og galdandi frá 1. januar 2002 hækkar hann aftur 2000 krónur - upp í 21.000 krónur. Uppskotið broytir eisini inntøkumarkið í skattastiganum, sum áður var 140.000 krónur, upp í 150.000 krónur. Lítil ivi er um, at uppskotið um skattalætta verður samtykt í løgtinginum. Andstøðan hevur til fánýtis roynt seg við uppskotum um skattalætta, men tey vórðu ikki samtykt, tí samgongan sjálv arbeiddi við einum uppskoti um skattalætta. Fólkaflokkurin hevur leingi strongt á Karsten Hansen at leggja uppskot fram um skattalætta, og tí er sannlíkt, at uppskotið hjá Karsten Hansen verður samtykt. 50 milliónir næsta ár Uppskotið um skattalætta fær ikki ávirkan á pengapungin uppundir jól í ár, men næsta ár eru kanska útlit til eitt sindur dýrari jólagávur. Tilsamans fáa skattaborgararnir umleið 50 miliónir krónur meira at brúka næsta ár, og í 2002 hækkar hendan upphæddin 31 milliónir krónur. Landskassin fær umleið 37 milliónir minni inn í skatti næsta ár orsakað av uppskotinum, og kommunurnar fáa umleið 13 milliónir minni í kassan. Í 2002 minkar skattainntøkan hjá landskassanum 18 milliónir krónur afturat, og hjá kommununum kostar uppskotið 13 milliónir afturat í 2002. Sæð yvir tvey ár fáa landskassin og kommunurnar 131 milliónir krónur minni í inntøku, men nakað fer uttan iva inn aftur í landskassan orsakað av øktari nýtslu. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vónar eisini, at uppskotið um skattalætta fer at elva til minni lønarvøkstur, tá ið sáttmálasamráðingar verða aftur næsta ár. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Karsten Hansen, at endamálið er at minka um lønartrýstið komandi árini, so hetta ikki elvir til útholing av reallønini, prísvøkstur og inflasjón. Tíðin vil so vísa, um hetta er nóg mikið til at fáa fakfeløgini at slaka uppá lønarkrøvini. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Heilsuverkið undir sjóneykuna Fáa brúkararnir nóg góða tænastu frá almanna- og heilsuverkinum? Hetta skal eitt nýtt ráð finna útav og samstundis gera uppskot um, hvussu almanna- og heilsuverkið skal skipast í framtíðini Trivnaðarráð Hvussu tryggjað vit, at føroyingar fáa tí bestu tænastuna frá almanna- og heilsuverkinum, og hvussu skal hetta stóra økið skipast í framtíðini? Hetta skal nýggja Trivnaðar- og heilsuráðið finna útav við at leggja alt almanna- og heilsuverkið undir sjóneykuna. Landsstýriskonan í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, hevur lagt uppskot fyri løgtingið um nýggja Trivnaðar- og heilsuráðið. Løgtingið samtykti í vár, at eitt tílíkt ráð eigur at verða sett at hyggja at føroyska almanna- og heilsuverkinum, og sambært uppskotinum hjá Helenu Dam á Neystabø fær ráðið umleið eitt ár at gera eina gjølliga frágreiðing um alt almanna- og heilsuverkið. Ráðið skal útgreina og gera uppskot um eina langtíðarætlan fyri at tryggja, at støðið í almanna- og heilsuverkinum er á einum høgum og nøktandi støðu. Umfatandi arbeiði Talan er um sera rúgvismikið útgreiningararbeiði, og arbeiðið hjá ráðnum skal skipast í smærri bólkar. Hvør bólkur skal taka sær av einum ávísum øki. Tað kann til dømis verða at hyggja at umstøðunum hjá brekaðum, teimum gomlu í samfelagnum, børnum og ungdómum og menningartarnaðum. Ráðið skal so taka samanum og gera eina frágreiðing til í seinasta lagi 31. desember næsta ár um, hvussu almanna- og heilsuøkið skal skipast. Trivnaðar- og heilsuráðið skal samstarva við Almanna- og heilsumálastýrið og feløg og áhugabólkar á teimum ymsu økjunum - Eldraráðið, Ráðið fyri brekað, Sjúkrahúsráðini og onnur. Fimm limir skulu veljast í ráðið. Ein limur skal umboða heilsuøkið, tríggir almannaøkið, og fimti limurin skal hava serligt innlit í almanna- og heilsuviðurskifti. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Seinkað grundlógarnevnd Jóannes Eidesgaard vil hava at vita, um Høgni Hoydal fer at broyta lógina um grundlógarnevndina, nú nevndin er farin langt út um ásettu tíðarfreistina Føroysk grundlóg Hóast grundlógarnevndin langt síðani skuldi verið liðug við uppskotið um eina føroyska grundlóg, so er langt eftir á mál. Sambært lógini um grundlógarnevndina frá í februar í fjør, skal nevndin vera liðug við arbeiði sítt í seinasta lagi 1. juni í 2000. Nevndin er sostatt seinkað góðar sjey mánaðir, og Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, vil tí hava at vita, um lógin ikki eigur at verða broytt. Hetta spyr hann Høgna Hoydal, landsstýrismann, um í einum fyrispurningi. Tíðarfreistin er ikki hildin, og hóast long tíð enn gongur, áðrenn nakað uppskot fer at liggja á borðinum, so hevur landsstýrið ikki sett fram uppskot til broytingar av greinini, sum fyriskrivar tíðarfreistina. Tað kann tykjast heldur løgið, at grundlógararbeiðið sjálvt leggur út við ikki at halda landsins lógir, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerkingunum. Sambært heimasíðuni hjá grundlógarnevndini, so kann nevndin halda fram, hóast sjálv lógin ikki verður broytt. Løgtingið kann velja at góðtaka, at nevndin fer út um tíðarfreistina, men løgtingið kann eisini við lóg longja tíðarfreistina og seta eina nýggja freist. Jóannes Eidesgaard vil eisini hava at vita, hvat hendir við stýrisskipanarlógini, um ein føroysk grundlóg verður sett í gildi. Eitt nú, hvussu mannagongdin er, um stýrisskipanarlógin skal takast av. Skal stýrisskipanarlógin broytast, so skulu tvey løgting samtykkja broytingarnar, og Jóannes Eidesgaard vil hava at vita, um tað eisini skulu tvey løgting til at gera av, um lógin skal takast av. Nýggjur leistur Í samband við nýggja fullveldisleistin ætlar landsstýrið, at Føroya fólk um nøkur ár skal atkvøða um nýggju grundlógina. Verður hon samtykt, so merkir tað samstundis, at Føroyar eru fullveldisríki. Jóannes Eidesgaard spyr í hesum sambandinum Høgna Hoydal, hvussu hetta fer at seta sín dám á innihaldið í grundlógini. Fjórði spurningurin hjá Jóannes Eidesgaard snýr seg um, hvat hendir við grundlógini, um Føroyar ikki verða fullveldisríki. Javnaðartingmaðurin vil hava at vita, um úrslitið av grundlógararbeiðinum møguliga við einari útbygging av stýrisskipanarlógini kann vera grundarlag undir einari aðrari ríkisrættarligari loysn enn fullveldi. Løgtingið samtykti í gjár, at Høgni Hoydal skal svara fyrispurninginum frá Jóannesi Eidesgaard. Anni á Hædd Um oljulóggávuna - heilsu, trygd og umhvørvi Sum vinnugrein verður oljuvirksemið yvirhøvur roknað sum vandamikið. Anni á Hædd Sum vinnugrein verður oljuvirksemið yvirhøvur roknað sum vandamikið. Ein høvuðsorsøkin til hetta er, at óhapp og vanlukkur kunnu fáa so ógvusligar avleiðingar og fylgir fyri manning, havstøð ella pallin - eins og umhvørvi. Flestu av okkum hava hoyrt um Piper Alpha-vanlukkuna, Aleksander Kielland-vanlukkuna og aðrar við kanska. Tað er m.a. orsakað av tí stóra risikopotentialinum, sum er í oljuvinnuni offshore, at samfeløg seta strong krøv til virksemi hvat heilsu, trygd og umhvørvi viðvíkur, umframt til dygt eftirlit við virkseminum fyri yvirhøvur at loyva tí. Soleiðis er eisini í Føroyum og tí fari eg at siga eitt sindur um oljulóggávuna - kolvetnislógina. Oljulóggáva - Kolvetnislógin Lógin um kolvetnisvirksemi varð samtykt av Løgtinginum tíðliga á vári longu í 1998. Enn eru ongar kunngerðir settar í gildi við heimild í lógini, men slíkar eru væl áleiðis. Lógin regulerar oljuvirksemi í øllum skeiðum - forkanningar (seismikk), leiting eftir olju og metingar (seismikk á staðnum og leitiboringar), framleiðslu eins væl og avrigging av virkseminum - ein ring av virksemi frá byrjan til enda, eisini rópt virksemi frá vøggu til grøv. Lógin hevur reglur um loyvi og treytir og hvussu farast skal fram í samband við útbjóðing. Lógin hevur reglur um hvørjar góðkenningar oljufeløgini skulu søkja myndugleikan um fyri yvirhøvur at sleppa í holt við virksemið - tað at bora eftir olju. Lógin sigur at virksemið skal vera forsvarligt. Lógin gevur landsstýrismanninum beinleiðis heimild til at regulera heilsu, trygd og umhvørvi í samband við leiting, framleiðslu og flutning av kolvetnum. Samanumtikið kann sigast, at lógin regulerar alt, sum hevur við oljuvirksemi at gera, tí hon regulerar bæði virksemi og heilsu, trygd og umhvørvi í samband við hetta virksemið. Leitiloyvini Sum kunnugt eru loyvini til leiting eftir olju og gassi í fyrsta útbjóðingarumfari givin. Sambært § 6 í lógini kunnu leitiloyvi bert veitast umsøkjarum, sum ætlandi hava neyðugan sakkunnleika, royndir, førleika og fíggjarorku. Hetta krav ella kanska rættari henda fortreyt fyri at fáa loyvi til leiting eftir olju og gassi umfatar eisini heilsu, trygd og umhvørvi. Ein arbeiðsbólkur viðgjørdi allar umsóknirnar fyri at meta, um umsøkjarnir høvdu nóg góðan sakkunnleika, royndir, førleika og fíggjarorku hvat viðvíkur heilsu, trygd og umhvørvi fyri at sleppa uppum gáttina, sum lógin hevur sett. Tað sum nú liggur fyri framman hjá hesum oljufeløgum sum hava fingið loyvi í fyrsta útbjóðingarumfari eru leitiboringarnar, sum oljufeløgini skulu bora, sambært teimum veittu loyvunum. Sambært § 15 í lógini kunnu leiti- og aðrar boringar ikki fara í gongd, uttan at landsstýrið frammanundan hevur góðkent útgerð, arbeiðsætlan og mannagongd. Hetta merkir, at oljufeløgini mugu søkja Oljumálastýrið um góðkenning til at seta boringina í verk. Sambært lógini eru leitiboringar virksemið. Í § 14 er ásett, at "Virksemið skal vera umhvørvisliga og trygdarliga forsvarligt_" Hetta merkir, at virksemi skal vera forsvarligt, óansæð um talan er um leiting ella framleiðslu av olju ella gassi. Tað, at virksemið skal vera forsvarligt er eitt dynamiskt krav, eitt krav sum vil broytast við tíðini í takt við at tøkniligu møguleikarnir alsamt økjast. Tað sum var forsvarligt fyri 10 árum síðani er ikki neyðturviliga forsvarligt í dag. Hetta hevur m.a. við sær, at myndugleikin uttan trupulleikar kann seta oljufeløgunum krav um, at tey støðugt skulu royna at menna seg fyri at betra um heilsu-, trygd- og umhvørvisumstøðurnar offshore. Trygdarregluverki Afturat lógarásetta kravinum um forsvarligt virksemi, hevur lógin í kap. 5 heimildir til landsstýrismannin at áseta neyvari reglur um heilsu, trygd og umhvørvi í samband við virksemi. Arbeitt verður við at gera kunngerðir, sum áseta neyvari krøv til heilsu, trygd og umhvørvi í leitiskeiðinum - ikki fyri eitt møguligt framleiðsluskeið, tí hetta liggur nógv ár úti í tíðini. Hesa kunngerðirr eru løgfrøðiliga sæð einans at rokna sum ískoytið til aðalkravið í lógini um forsvarligt virksemi. Ein avleiðing av hesum er, at myndugleikin ikki alsamt nýtist at vera eitt fet frammanfyri menningina innan heilsu, trygd og umhvørvi fyri á tann hátt at verða førur fyri at seta krøv til virksemið. Nei, kravið um forsvarligt virksemi er óreingiligt - óansæð hvussu nógva ella lítla orku og ekspertisu myndugleikin sjálvur hevur á teimum ymisku økjunum. Funktionelt (starvsligt) regluverk Vit hava lagt okkum eftir at orða eitt funktionelt regluverk. Hetta merkir, at vit í kunngerðunum áseta krøv til oljufeløgini, sum siga nakað um hvat tey skulu gera fyri at lúka krøvini til heilsu, trygd og umhvørvi, men vit siga ikki hvussu tey skulu ella kunnu lúka krøvini. Hetta sampakkar við tað reguleringsfilosofi, sum meira og meira ger seg galdandi fyri oljumyndugleikar og til deils aðrar myndugleikar í londunum kring Norðsjógvin. Myndugleikin orðar krøv, sum áseta hvat miðast skal eftir í samband við hetta ella hatta virksemið, uttan tó út í æsir at lýsa hvussu málið skal røkkast. Fyri oljufeløgini merkir hetta m.a., at tey fáa størri rásarúm til at skipa og útgera seg til oljuvirksemið á tann hátt, sum tey meta vera best hóskandi ella sum tey duga best. Eisini gevur tað funktionella regluverki størri rúm fyri nýhugsan, enn um vit út í æsir skuldi lýst og ásett hvørt nikk og prikk. At enda vil eg siga eitt sindur um, hvør tað er, sum hevur ábyrgd av at virksemið verður framt forsvarligt hvat heilsu, trygd og umhvørvi viðvíkur, tað sum løgfrøðingar vilja kalla hvør tað er, sum er pligt-subjektið. Pligtsubjektið í § 24 og terminologi Tað ella tey oljufeløg, sum í felag hava fingið leitiloyvi, verða sambært kolvetnislógini rópt loyvishavin. Tann, ið útinnir virksemi sambært teimum veittu loyvnum vegna loyvishavan kallast fyristøðufelagið - ella meira vanligt operatørurin. Loyvishavin og fyristøðufelagið vilja verða tey mest vanligu pligtsubjektini og av teimum báðum er tað fyristøðufelagið - operatørurin - sum oftast vil hava ábyrgd fyri at virksemið verður útint forsvarligt. Herí liggur eisini ábyrgd fyri, at galdandi lóggáva - lógir og kunngerðir - verða hildin. MEN tað eru onnur, sum eftir umstøðunum, kunnu ábyrgjast fyri, at viðurskiftini viðvíkandi heilsu og trygd ikki eru sum tey skulu. Hetta er ásett í § 24 í lógini: "Loyvishavarin, fyristøðufelagið, stjórin á havstøðini, arbeiðstakarar, undirarbeiðstakarar og aðrir arbeiðsgevarar skulu hvør í sínum lagi síggja til, at arbeiðsumstøðurnar eru fult forsvarligar til trygd og heilsu, og at dygt eftirlit er við, at arbeiðið verður gjørt forsvarliga." Ongan muss frá stjóranum Leiðarar skulu vísa góðan atburð sum vóru teir til arbeiðis, tá ið jólaborðhaldini eru, skrivar Vinnuhúsið >>Leiðarar skulu hvørki geva ella móttaka jólakossar til jólaborðhaldið. Ongar umberingar eru galdandi.<< Hetta er ein sera greið útmelding frá Ledernes Hovedorganisation til tey árligu jólaborðhaldini, og sum eisini verður nevnd í tíðindaskrivinum frá Vinnuhúsinum. Leiðarar skulu vísa góðan atburð, sum vóru teir til arbeiðis, tá ið jólaborðhaldini eru. Teir skulu drekka alkohol við máta og vera ein góð fyrimynd fyri virkið. Um so er, at ein av stjórunum fjæsast við einum av starvsfólkunum, sendir hann eitt vánaligt tekin til hini starvsfólkini, sigur Vibeke Skytte, starvsfólka- og administratiónsleiðari í Ledernes Hovedorganisation. Avtalur Hon mælir til, at leiðslan á virkjunum skal, áðrenn jóladøgurðan, gera avtalu um, hvussu stjórar við jólaævintýrum í huga skulu lærast. Í útgangsstøðinum skulu starvsfólk og stjórar altíð halda labbarnar frá hvørjum øðrum. Hervið er ikki sagt, at ein stjóri og eitt starvsfólk ikki mugu hava eitt varandi samband. Oftani er møguleikin fyri at skilja ímillum skaðiligt jóladøgurðakossarí og eitt stillfarandi fjas, sum kann enda við einum parsambandi, heldur Vibeke Skytte. Hon metir ikki, at niðurskrivaðar reglur fyri atferð hjá stjórunum, tá teir eru til veitslur, eru neyðugar á smærri virkjum, men á størri virkjum er tað størri tørvur á tí, skrivar Vinnuhúsið. Eivind Jacobsen Um lógin skal haldast, skal hon sigast úr starvi Um tú gert tað, sum skilagott er, skalt tú ikki siga hana úr starvi Eivind Jacobsen bygdaráðsformaður Sjóvar Kommna 1. juli kom nýggj lóg um barnaansing. Í hesi lóg er, sum vanligt við lógum í okkara landi, ein § sum hevur ræðuligar fylgur. Lógin er jú altíð røtt, og tí ber ikki til at siga, at ein grein í lógini er ein fadesa. Vit tosa um § 8, sum sigur, at leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Møguleiki er at geva tíðaravmarkað frávik frá hesum, men framgongur av viðm., at hetta er galdandi, tá eingin leiðari við útbúgving fæst. Í Sjóvar Kommunu hava vit síðan 1988 havt leiðara við aðrari útbúgving enn námsfrøðiligari. Óneyðugt er at siga, at vit eru nøgd við leiðaran. Tí hava vit síðani 1. juli brotið galdandi lóg. Tá vit uppdagaðu hetta, skrivaðu vit bræv, dagf. 14/9, og spurdu, hvussu lógin skuldi lesast. Dagin eftir kom svar. Hetta svar segði, at bólkur var settur at gera kunngerð, sum kundi loysa henda trupulleika. 25/11 ryktu vit eftir svari, men varð sagt, at neyvan varð nakað klárt fyrr enn næsta ár. Bólkurin hevði havt fund, men endaði alt í einum ellibita. Síðani spurdu vit, hvat gerast skuldi. Vit ynsktu málið avgreitt beinanvegin. Tí soleiðis sum vit lesa lógina, skuldu verandi leiðari verið uppsagdur 1. juli. Svarið eg fekk var, at um eg helt meg til lógina, skuldi leiðarin uppsigast, men um eg gjørdi tað, sum skilagott var, bleiv hon ikki uppsøgd. Vit meta, at landsins lógir skulu haldast og royna eftir førimuni at fylgja teimum. Tá kunngerðin einaferð - um nakrantíð - kemur, verður eingin dagrøktarleiðari uttan útbúgving í starvi, og tí er ikki brúk fyri hesari kunngerð. Men ikki rokni eg við, at tað kemur óvart á nakran, at illa umhugsaða kreativa bókføringin hjá Helenu Dam á Neystabø fær stóra ávirkan úti um landið. Súni í Hjøllum Vald á valinum 21. nov. Í Nes kommunu verður ikki stillað upp politiskt. Vanliga er ein almennur fundur, har stillað verður upp í mun til, hvussu nógvar atkvøður tú fært á hesum uppstillingarfundi. Tað verður als ikki spurt um politiskan lit. Súni í Hjøllum Í Nes kommunu verður ikki stillað upp politiskt. Vanliga er ein almennur fundur, har stillað verður upp í mun til, hvussu nógvar atkvøður tú fært á hesum uppstillingarfundi. Tað verður als ikki spurt um politiskan lit. Í ár komu 4 listar inn. Listi A - hin sonevndi almennilistin fekk 390 atkvøður og 5 bygdaráðslimir Listi B - kvinnulistin fekk 93 atkvøður og 1 bygdaráðslim Listi C - nakrir borgarar tóku stig fekk 151 atkvøður og 1 bygdaráðslim Listi D - nakrir borgarar tóku stig fekk 24 atkvøður og 0 bygdaráðslimir. Bygdaráðið var valt í hesi raðfylgju: Nr. 1 Súni í Hjøllum 90 atkvøður á lista A Nr. 2 Eyðfinn Olsen 42 atkvøður á lista A Nr. 3 Símun Johannesen 61 atkvøður á lista C Nr. 4 Jan Danielsen 42 atkvøður á lista A Nr. 5 Marjun Gaardbo 39 atkvøður á lista A Nr. 6 Katrin Poulsen 31 atkvøður á lista B Nr. 7 Haldur Vang 38 atkvøður á lista A. Bygdaráðið skipaði seg á almennum fundi hóskvøldið 7. desember. Frammanundan hava verið 2 innanhýsis fundir. Skipan: Marjun Gaardbo, borgarstjóri Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri Fíggjarnevnd: Marjun Gaardbo, formaður Jan Danielsen Eyðfinn Olsen Tekniska nevnd: Súni í Hjøllum, formaður Haldur Vang Símun Johannesen Mentunarnevndin: Katrin Poulsen, formaður Símun Johannesen Eyðfinn Olsen Aðrar nevndir Valnevndin: Oda Højgaard, Ólavur Magnussen, Kaj Højgaard, Johan Johannesen, Magnus í Hjøllum, Vilmund Jacobsen (eyka), Álvur Højgaard (eyka). Skattakærunevndin: Eyðfinn Olsen Eysturoyar Røktar- og Ellisheim: Katrin Poulsen Kongshavnar Havn: Símun Johannesen Heilsumiðstøðin í Runavík: Súni í Hjøllum Umboð í SEV: Súni í Hjøllum, Jan Danielsen Umboð í IRF: Eyðfinn Olsen Umboð í Føroya Kommunufelag: Jan Danielsen Bókasavnsnevndin: Sørin Johannesen, Josefina Jacobsen, Asbjørn Vang. Barnaverndarnevndin: Janus Gunnarsson, Fía í Túni, Oddfríða Højgaard, Anna á Torkilsheyggi, Torleif Johannesen, Ingrid Hansen (eyka), Thomas Dam (eyka). Viðmerkingar: Eftir bygdaráðsvalið í Nes kommunu stendur, at hóast veljarin gav mær og mínum sjónarmiðum í kommunalpolitikki sera dygga undirtøku (so stóra persónliga undirtøku hevur eingin fingið áður í Nes kommunu) so varð tað ikki nóg mikið til at gerast borgarstjóri. Valið fall á nr. 5!!! Eg skilji væl, at veljarin setur spurnartekin við demokratiið? Almenni listin hevur fingið ein stóran trupulleika í framtíðini, tá ið sagt verður, at hann er ópolitiskur. Eg eri als ikki beiskur, í politikki nyttar einki at vera beiksur, tí í politikki kann alt henda. Eg havi verið við so leingi, at eg veit, hvussu leikurin mangan kann ganga. Nú líti eg frameftir og gleði meg til at fara aftur til arbeiðis sum formaður í Teknisku Nevnd og soleiðis vísa meg verdugan til stóra álitið, sum veljarin gav mær á valdegnum. Mong stórmál liggja fyri framman. Gevur Guð mær heilsuna, so skal mín partur ikki liggja eftir. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Kyndilsvenjarin gevst Birgir Hansen, sum hetta kappingarárið hevur vant kyndilskvinnurnar, fer nú frá sum venjari. Nýggjur venjari verður helst Lotte Sørensen Hondbóltur Tað eru fleiri orsøkir til, at eg nú havi tikið avgerð um at steðga sum venjari hjá kvinnunum. Hetta sigur Birgir Hansen, eftir at hann fyrst hevur váttað fyri Sosialinum, at hann nú fer at gevast sum venjari. Hevur verið í umbúnað Hann sigur, at tað sum so hevur ligið í luftini eina tíð, at hann ikki varð verandi í sessinum. Hetta fyrst og fremst orsakað av, at tað hevur verið ógvuliga tungt at fáa arbeiði og venjingar at hóska saman. Hann leggur tó afturat, at vánaliga ítróttarliga gongdin sjálvsagt eisini hevur gjørt sítt til at skunda undir avgerð hansara. At tað so hevur drigið nakað út við hesum, kemst fyrst og fremst av, at vit hava verið samd um, at tann loysnin, sum fekst á venjaraspurninginum eftir hetta, skuldi verða ein varandi loysn. Nú røkist fyri, at hetta mál er loyst, og allar helst verður talan um ein kvinnuligan venjara. Spælandi venjari Spurdur, um tað er Lotte Sørensen, sum talan er um, váttar Birgir, at so er. Hann vísir á, at Lotte hevur lokið fleiri venjaraskeið, og hann roknar eisini við, at talan kann gerast um eina sera spennandi blanding. Enn er alt tó ikki komið endaliga í rættlag hesum viðvíkjandi, og ætlanin var undir øllum umstøðum, at Birgir eisini skuldi standa við stýrisvølin, tá Kyndil mikukvøldið spældi steypadyst móti Neistanum. Ein dystur, sum kann hava alstóran týdning fyri gongdina hjá Kyndli hetta kappingarárið. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Hósdagsdystur í Vestmanna Hóast vestmenningar ofta hava ilt við at spæla væl mitt í viku, so mugu teir metast sum stórfavorittar til dystin móti Tjaldri Hondbóltur Tað verða toppur og botnur, sum hittast, tá Tjaldur í kvøld leggur leiðina til Vestmanna, har næst seinasti dysturin í grundspælinum skal fáast frá hondini. VÍF hevur higartil ligið í oddinum alt árið, og tað man vera lítið sannlíkt, at teir verða koppaðir av runavíkingum, sum stóran part av árinum hava verið í botninum. Ikki tí, framgongdin hjá Tjaldri hevur verið sjónlig, síðani teir báðir útlendingarnir komu til landið, men tað kann neyvan roknast við, at hetta er nóg mikið til at taka oddaliðið. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Graslíkini verða skift Fleiri av graslíkisvallunum kring landið eru um at vera slitnir niður, og helst verður talan um fleiri nýggjar av slagnum komandi ár Graslíki Tá graslíkisvallirnir fyri 12-14 árum síðani av álvara fóru at gera innrás í Føroyum, var hetta avgjørt eitt stórt framstig fyri umstøðurnar hjá heimligu leikarunum. Frá at spæla á grúsvøllum, sum oft vóru sera tungir av veður og vindi, fyri ikki at siga óslættir og illa hóskandi, kom brádliga vend í. Nýggja undirlagið var at kalla álíkt einum billardborði. Spælið gjørdist lættari hjá íðkarunum, og ikki minst var eisini ført fram, hvussu leingi vallirnir hildu. Eini tíggju ár, so tað var long tíð, áðrenn íløgan skuldi gerast aftur. Aldurin merkist Tíggju ár kunnu tó ganga skjótt, og nú er aldursmarkið nátt hjá fleiri av hesum. Slitið er farið at merkjast av álvara, og summa staðni er tað nú bráðneyðugt, at vøllurin verður skiftur sum skjótast. Ovari vøllur í Gundadali og vøllurin í Klaksvík eru longu skiftir, men í Klaksvík arbeiða tey sum kunnugt við at skifta enn eina ferð, tí nýggi vøllurin ikki megnar at standa ímóti, tá tað regnar illa. Í hesum sambandi hava vit áður nevnt, at klaksvíkingar í løtuni royna, hvussu eitt nýtt slag av graslíki riggar til føroyska veðurlagið, og ikki er líkt til, at klaksvíkingar eru teir einastu, sum royna hetta slagið. Tað serliga við hesum vallunum er, at ístaðin fyri at hava sand á vøllinum, soleiðis sum gjørt verður fleiri staðni, hava hesir eitt lag av gummikúlum omaná. Eisini aðra staðni Klaksvíkin er tó ikki einasta staðið, at nýggja graslíkið verður roynt. Eisini í Gøtu hava tey í løtuni eina roynd av nýggja graslíkinum liggjandi, fyri at vita, hvussu hetta roynist í føroyska veðurlagnum. Hallbjørg Hansen, borgarstjóri í Fuglafirði, sigur við Sosialin, at tey saman við umboðum fyri Gøtu Kommunu hava verið í Týsklandi, har tey kunnaðu seg um nýggj sløg av graslíki. Hon greiður frá, at vøllurin í Fuglafirði nú er 13 ára gamal, og roknað verður ikki við, at hann heldur langa tíð afturat. Eftir umvælingarnar, sum vórðu gjørdar seinast, varð sagt, at vøllurin í mesta lagið heldur komandi árið út, so tað er neyðugt, at hann nú verður skiftur. Júst hvat slag av vølli talan verður um, dugir Hallbjørg ikki at siga, men fyri fyrst hava tey so eina roynd liggjandi í Gøtu. Í hesum sambandi sigur borgarstjórin skemtandi, at veðrið í heyst hevur verið mest sum ov gott, tí enn hava tey ikki sæð, hvussu vøllurin roynist, tá veðrið er ringt. Hon vísir á, at tey enn ikki hava tosað við tey, sum ætlandi skulu gera nýtslu av vøllinum, men at hetta helst verður gjørt innan langa tíð. Nær farið verður í gongd við arbeiðið, er heldur ikki fastlagt, men roknað er við hesum á fíggjarlógini fyri komandi ár, so allarhelst verður farið í holt við hetta til várs, sigur Hallbjørg Hansen at enda. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Coca-Cola kappingin Stjørnan hjá kvinnum og VÍF hjá monnum hava vunnið seg fram til hálvfinalurnar í steypakappingini í hondbólti Hondbóltur Tveir dystir í steypakappingini, ella Coca-Cola cup kappingini, vórðu leiktir týskvøldið, og báðir endaðu teir við greiðum favorittsigrum. Í Klaksvík hevði Stjørnan vitjan av Sóljuni, og ikki óvæntað vann heimaliðið greiðan sigur. Úrslitið gjørdist 28-16, eftir at Stjørnan hevði verið á odda 15-10 í hálvleikinum. Fyri Stjørnuna skeyt Joan M. Joensen sjey av málunum, meðan Annika Ljósstein og Anna Kristina Samson skutu fimm mál hvør. Fyri Sóljuna skeyt Simona Dziugyte 8 mál. VÍF móti Double Við sigrinum heldur Stjørnan fast um møguleikan at vinna greipuna, sum glapp teimum av hendi í fjør, og hjá monnunum tykist VÍF at stýra beint móti somu greipu. Týskvøldið spældu teir útidyst í Vestmanna, har KÍF jú eisini hevur sínar heimadystir, og úrslitið gjørdist ein sannførandi sigur. 24-40 stóð á máltalvuni, tá dysturin var lokin, og eisini í hálvleikinum var munurin sjónskur. Tá var støðan 21-12 til fyrimuns fyri vestmenningarnar. Besti málskjútti hjá VÍF var Johnny Joensen, sum skeyt ikki færri enn 15 av teimum 40 málunum. Vert er eisini at leggja til merkis, at einki av hesum varð skotið eftir brotskast. Hjá kollfirðingum varð Vagnur Johannesen besti málskjútti. Hann skeyt 6 mál Óli P. Greining Kanningarúrslitið hjá Grein 19-nevndini er lagt fyri løgtingið Fríggjadagur 15. des. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Løgtingið vísti tyrlumálinum frá sær Álitið frá Vinnunevndini var til fyrstu viðgerð í Løgtinginum í gjár. Tingmenn mettu ikki, at málið var nóg væl viðgjørt, og sendu tað aftur í Vinnunevndina Tyrluflúgving Løgtingið var ikki nøgt við viðgerðina, tyrlumálið hevur fingið. Tá álitið frá Vinnunevndini var fyri í Løgtinginum í gjár, varð tað beint aftur í Vinnunevndina til nýggja viðgerð, tí tingmenn hildu, at málið var ov ógreitt. Og heldur ikki allir partar innan føroyska flúgving halda málið vera nóg væl frágingið. Uni Danielsen á Flogfelag Føroya, er ein teirra, sum hevur áhugamál innan tyrluflúgving. Hann hevur samband við stóra skotska tyrlufelagið Scotia, sum veitir somu tænastur, sum nýggja tyrlan ætlandi skal røkja. Uni Danielsen sigur, at hann heldur okkurt vera farið fullkomiliga av lagi, tá ein landsstýrismaður úr Fólkaflokkinum læsir seg fastan í, at eitt alment felag partú skal røkja flúgvingina, meðan javnaðarmenn vilja hava tæanastuna bodna út. Og hann dugir ikki at síggja nakað haldgott í argumentunum hjá lansstýrismanninum, tá hesin bara heldur uppá, at tænastan skal vera føroysk. Í fyrsta lagi veit eingin, hvat flúgvingin í veruleikanum kundi fingist fyri, tí eingin er sloppin at geva nakað tilboð. Uni Danielsen var sum umboð fyri Scotia á fundi við Vinnunevndina, har nevndin spurdi, um felagið kundi koma við eini meting av møguligum kostnaði. Tað metti hann, at Scotia kundi. Men fekk tó seinni at vita, at tað var ikki neyðugt, tí Vinnunevndin hevur ikki heimild at innheinta tilboð, og avgjørt var kortini, at Atlantsflog skuldi røkja tænastuna. Við Sosialin leygardagin segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at tað er vanligt, at slíkar tænastur sum, hendan, talan er um, verða røktar av feløgum úr viðkomandi landi. Til tað sigur Uni Danielsen, at tá talan er um leiting og bjarging, er tað vanliga ein hernaðarlig uppgáva. Til dømis í Danmark er tað sjóverjan, sum hevur hesar. Men fara vit til Írlands, er tað júst Scotia, sum hevur fingið hesa tænastu í fríari kapping. Felagið hevur gjørt ein fimm ára sáttmála, har tríggjar tyrlur røkja LOB tænastuna, meðan tann fjórða alla tíðina er til reiðar at taka til. Uni Danielsen metir, at eitt nú Scotia kundi veitt føroyingum eina tryggari tænastu, enn ein einsamøll tyrla, sum bert tekur níggju fólk. Og enn veit eingin, um hon kanska eisini kundi verið betri, enn loysnin, sum landsstýrismaðurin hevur valt. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Politikari og fakfelagsmaður fyllir 75 Dánjal av Rana hevur havt nógv álitisstørv í sínum langa, virknað lívi Í dag, fríggjadagin 15. desember, fyllir ein vælkendur kommunalpolitikari og fakfelagsmaður 75 ár. Tað er Dánjal av Rana, býráðslimur á Tvøroyri, sum nú hevur rokkið 3/4 øld. Dánjal av Rana er føddur í Trongisvági, sonur Petru og Petur Karl Bech, hon var úr Húsavík og hann av Tvøroyri. Tað var umleið 1950, at hann fekk sær eftirnavnið "av Rana". Orsøkin var, at hann hevði tríggjar navnar á Tvøroyri og tað var ofta, at blandingur bæði kom í post og alt møguligt annað, so hann tók eftirnavn eftir staðarnavninum, har barnaheim hansara stóð. Nú Dánjal av Rana hevur rokkið høgan aldur, hevur hann eitt so fjølbroytt og virkið lív at líta afturá, sum bara er teimum allarfægstu beskorið. Dánjal av Rana hevur arbeitt mesta partin av lívinum á landi. Men hann hevur kortini roynt sjólívið, tí eitt stutt skifti var hann á suðurlandinum við Westward Ho. Hann var eisini leingi í kolinum. Men tá ið tey mekanisku arbeiðsamboðini komu fram, fór hann at koyra traktor og broyt. Hann var leingi traktorførari hjá Landsverkfrøðinginum og hann var við til at arbeiða uppá vegirnar í sambandi við tunlarnar til Hvalbiar og Sandvíkar. Men hann hevur eisini arbeitt fyri privatar arbeiðstakarar, eitt nú var hann hjá Højgaard & Schultz, tá ið nýggja elverkið í Botni varð bygt fyrst í sekstiárunum. Tað var eisini hann, ið fekk heiðurin at leggja fyrsta steinin, tá ið stykkið, sum Tvøroyrar Flakavirkið varð bygt á, varð fylt út. Hann var eisini við til at byggja nýggju loranstøðina á Eggjunum í Vági og bátahylin í Hovi. Dánjal av Rana kom uppí fakfelagspolitikk fyrst í sjeytiárunum, tá ið hann kom í nevndina í arbeiðsmannafelagnum Fylking. Í 1973 bleiv hann skrivari hjá felagnum. Men í 1982 bleiv hann valdur til formann í Fylking, og hetta starvið røkti hann líka til 1997, tá ið hann boðaði frá, at hann tók ikki við afturvalið. Í 1977 varð søkt eftir fólki at standa fyri løngjaldsstovuni hjá Fylking. Dánjal av Rana søkti og fekk starvið og tað røkti hann eisini til 1997, tá ið hon varð niðurløgd. Sostatt var hann virkin fakfelagsmaður í 25 ár. Dánjal av Rana er eisini royndur kommunalpolitikari. Hann varð valdur í Tvøroyrar Býráð í 1976 og har situr hann enn. Men tær báðar seturnar, frá 1984-1992, var hann eisini býráðsformaður. Á valinum hesuferð varð hann ikki afturvaldur og leggur sostatt frá sær nú á nýggjárinum, eftir 24 ár í býráðnum. Umframt tað, sum er nevnt omanfyri, hevur Dánjal av Rana havt eina ørgrynnu av øðrum álitisstørvum. Hann var nevndarlimur og formaður í Tvøroyrar Flakavirki øll árini, hann er formaður í Útgerðarfelagnum, sum eigur ábyrgdarpening í trolaranum, Suðringi, umframt at tað hevur annað útgerðarvirksemi. Og hann er somuleiðis formaður í felagnum Vørðuni, sum eigur trolaran Rankan. Tá ið ið líkningarnevndirnar blivu settar á stovn í 1959, bleiv Dánjal av Rana eisini limur í nevndini á Tvøroyri og har sat hann í 20 ár, tey síðstu árini var hann formaður. Sum býráðspolitikari, hevur hann eisini verið umboðslimur í SEV í fimm valskeið. Hann umboðaði eisini Tvøroyar Kommunu í Kommunufelagnum, líka fra tí hann kom í býráðið til í fjør, tá ið Tvøroyri fór úr felagnum, tvs í 23 ár. Í Kommunufelagnum var hann næstformaður øll árini. Størsta takið, Dánjal av Rana var við til hesi árini, var at fáa ruskfelagið, IRF, á føtur og at virka eftir ætlan. Hann hevur eisini verið limur í Metingarnevndini í næstan 30 ár, og er tað enn. Og nú hann er blivin pensjónistur, er hann eisini blivin formaður í felagnum, sum stendur fyri Snaruni, sum er undirhúsið á Tvøroyri, og hann er somuleiðis limur í Eldraráð Føroya. Dánjal av Rana heldur 75 ára føðingardagurin í Havn, hjá soninum, Jenisi av Rana, saman við konu og børnum. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Skúlastýrini fáa ein møguleika afturat Fleiri tingmenn í mentanarnevndini skjóta upp, at fólkavaldu skúlastýrini halda fram eftir 1. august næsta ár. Stýrini skulu samstundis víðkast við umboðum fyri foreldrini, men tey fáa ongan atvkøðurætt í stýrunum Skipanin við teimum fólkavaldu skúlastýrinum eigur at halda fram, hóast løgtingið hevur samtykt, at skipanin skal niðurleggjast og skiftast út við eina aðra 1. august næsta ár. Hetta halda allir tingmenn í mentanarnevndini hjá løgtinginum uttan Annita á Fríðriksmørk og Katrin Dahl Jacobsen. Sambært nýggju fólkaskúlalógini skulu fólkavaldu skúlaráðini, sum eru í hvørjari kommunu, niðurleggjast og skiftast út við eitt stýri fyri hvønn skúla sær. Foreldur skulu veljast í stýrini saman við umboðum fyri skúlan og kommunustýrið í kommununi. Ætlanin var, at hendan broytingin skuldi koma í gildi 1. august næsta ár. Men fáa teir fimm tingmenninir í mentanarnevndini sín vilja, so verður hetta av ongum. Halda fram í broyttum líki Tingmenninir halda, at tað er skeivt at avtaka fólkavaldu stýrini og mæla til, at tey halda fram í broyttum líki. Tríggir ella fimm limir skulu veljast á kommunuvalinum, og harumframt skulu tvey foreldur, skúlaleiðarin og eitt umboð fyri lærararnar hava sæti í stýrinum. Talan verður altso um stýri við sjey ella níggju limum, men tað verða bert teir fólkavaldu limirnir, sum fáa nakað avgerandi at siga í stýrunum. Hinir limirnir skulu ikki hava atkvøðurætt sambært uppskotinum hjá tingmonnunum. Eitt av endamálunum við nýggju fólkaskúlalógini og nýggju skúlastýrunum var annars at styrkja um ávirkanina hjá foreldrunum. Men hesa ávirkanina fáa tey bert, um tey lata seg stilla upp til skúlastýrini á kommunuvalinum. Uppskotsstillararnir siga, at mong ivast í, um tað er rætt at avtaka fólkavaldu skúlastýrini, og teir hava lurtað eftir hesum sjónarmiðunum. Serliga í Tórshavnar kommunu, har tað eru sjey og verða átta fólkaskúlar 1. januar næsta ár, hevur mótstøðan móti nýggju skúlastýrunum verið stór. Í Havn hava allir partar mælt til at varðveita eitt felags stýri fyri allar skúlarnar, siga tingmenninir. Tingmenninir eru samdir í, at verandi skipan er munandi lættari, tí nú verða stýrini vald samstundis og eftir somu skipan sum kommunustýrini. Millumloysn Verður uppskotið samtykt, so er talan er um eina millumloysn millum verandi skipan og skipanina, sum ætlanin var at seta í verk 1. august, siga tingmenninir. Samstundis sum vit varðveita fólkavaldu umboðini, fáa vit stuðlað upp undir foreldraávirkanina á skúlarnar, siga tingmenninir. Sambært uppskotinum skal eitt foreldraráð stovnast á hvørjum skúla, og úr hesum foreldraráðnum skulu finnast tveir limir, sum skulu luttaka í arbeiðinum í skúlastýrunum - tó uttan atvkøðurætt. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Atlanstflog fær tyrluflúgvingina Atlantic Airways kann síggja fram til eina inntøku upp á 14 milliónir um árið næstu tíggju árini. Ein samd vinnunevnd tekur undir við at gera sáttmála við felagið um at røkja tyrlutænastuna fyri tað almenna Tyrlutænastan skal vera á føroyskum hondum, og næstu tíggju árini verður tað føroyska flogfelagið, sum fer at røkja alla tyrluflúgving í samband við fiskiveiðieftirlit, leiting og bjarging á sjógvi og landi og sjúkraflutning. Vinnunevndin hjá løgtinginum tekur einmælt undir við uppskotinum hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, sum hevur lagt fram uppskotið um tyrlutænastuna. Men nevndin er ikki øll líka samd. Meðan samgongutingmenninir taka undir við málinum uttan viðmerkingar, so hava andstøðuumboðini ávís fyrivarni. Atfinningarsom andstøða Henrik Old og Dan R. Petersen úr Javnaðarflokkinum taka undir við málinum, men tað er mest orsakað av, at einki alternativ fyriliggur til uppskotið. Teir finnast í álitinum frá nevndini at mannagongdini í samband við málið. Avgerðin um, at sáttmáli skal gerast við Atlantic Airways er tikin, áðrenn uppskotið kom í løgtingið, og tað sama er avgerðin um, hvat slag av tyrlu skal nýtast til tænastuna. Tyrlan, sum Atlantic Airways ætlar at keypa tekur 12 ferðafólk, men bert níggju í samband við bjarging, vísa tingmenninir á. Tá ið man veit, at tyrla ikki kann lenda á nýggja vaktarskipinum, so er minnilutin serliga ivingarsamur um, at tyrlan bara tekur níggju fólk í samband við bjarning. Á føroysku landleiðini eru meira enn 30 skip, har manningin liggur millum 12 og 14 mans, vísa teir á. Og teir vísa eisini á, at tað verður trupult at koma afturumaftur seinni, tí talan er um ein 10 ára sáttmála. Illa lýst Javnaðartingmenninir taka kortini undir við málinum, og tað sama ger Alfred Olsen, sum kortini eisini finst at fyrireikandi arbeiðinum. Alfred Olsen heldur ikki, at landsstýrismaðurin hevur kannað allar møguleikar og lýst fyri løgtinginum, at talan í hesum førinum er um bestu og bíligastu loysnina. Eftir nevndarviðgerðina eru tað framvegis viðurskifti, sum eru ógreið. Tað verið seg ognarviðurskiftini til útgerðina, peningur er játtaður til. Spurningurin um góðkenning av tyrluni til leiting og bjarning. Viðurskifti viðvíkjandi bjargingarmanningini og trygdini fyri einari stabilari tænastu, sigur Alfred Olsen í sínum viðmerkingum. Betri at leiga Hóast tað alla tíðina hevur verið greitt, at sáttmáli skuldi gerast við Atlantic Airways, so hevði vinnunevndin fund við Una Danielsen frá felagnum Scotia, ið fæst nógv við tyrluflúgving av hesum slagnum. Uni Danielsen setti millum annað spurnartekin við, hví landið skuldi binda seg til eitt felag og eina tyrlu í 10 ár. Nógvar broytingar henda á hesum økinum nú, og hann helt tað tí vera betur at leiga eina tyrlu í fyrstu umfari. Jørgen Niclasen upplýsti fyri nevndini, at ætlanin alla tíðina hevur verið at hava tænastuna á føroyskum hondum, og tað er bara eitt føroyskt felag, sum fæst við tyrluflúgving. Jørgen Niclasen heldur ikki, at tað hevði verið bíligari at gjørt sáttmála við eitt útlendskt felag. Sáttmálin við Atlantic Airwas er galdandi í 10 ár. 10 milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri í ár, og síðani kostar sáttmálin umleið 14 milliónir um árið komandi tíggju árini. Løgtingið skuldi viðgera málið við aðru viðgerð á fundinum í gjár. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Føroya Arbeiðarafelag 75 ár Mánadagurin verður ein merkisdagur ein stórur í føroyskari fakfelagssøgu. Tí hendan dagin fyllir landsins størsta fakfelag, Føroya Arbeiðarafelag 75 ár. Tað var fyrst í hesi øldini, at arbeiðsfólk kring landið fóru at taka seg saman í fakfeløg. Fyrsta veruliga fakfelagið varð stovnað, tá ið Enigheden á Tvøroyri, varð sett á stovn. Enigheden hevur seinni fingið navnið Arbeiðsmannafelagið Fylking. Síðani blivu feløg eisini stovnað í Havn í 1916, í Vági í 1920, í Klaksvík í 1923 og aðrastaðni við. Men tað var ikki nógv samband ímillum feløgini tá á døgum Tó var eitt ávíst samstarv ímillum tey bæði elstu feløgini, Enigheden á Tvøroyri og Havnar Arbeiðsmannafelag. Men skipað samstarv var onki. Men í 1925 vórðu stig tikin til at savna øll arbeiðarafeløgini í ein landsfelagsskap og kallað varð til fundar í hølunum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag tann 17. desember í 1925. Hesin fundurin varð drúgvur og um kvøldið varð hann niðurlagdur. Men dagin eftir, 18. desember, varð hann tikin uppaftur, og tá varð Føroya Arbeiðarafelag formliga stovnað. Samstundis vórðu lógir samtyktar og nevnd vald. Tey, sum vóru við til at stovnað felagið, vóru Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Enigheden á Tvøroyri, Framtíðin í Vági og Føroya Fiskimannafelag. Fyrsti formaður í Føroya Arbeiðarafelag var Maurentius viðstein. Síðani tá hevur felagið havt eina skiftandi lagnu. Eitt nú eru Fiskimannafelagið og feløgini í Klaksvík og í Havn farin burturúr. Men síðani eru nógv onnur feløg komin uppí, so at Føroya Arbeiðarafelag nú fevnir um øll arbeiðarafeløgini í landinum, uttan feløgini í Havn og í Klaksvík. Í 1964 hendi ein kollvelting í virkseminum hjá felagnum, tí ið keypti FA hús við Tjarnadeild. Og seinni, í 1981, varð alt Vallaraheimið, sum lá á sama stykki í Tjarnadeild, keypt, so har hevur Føroya Arbeiðarafelag nú bæði umsiting og fundarhøli. Síðani hevur Føroya Arbeiðarafelag ment seg til eitt sterkt og vælskipað felag, sum umframt at røkja sáttmálasettu rættindini hjá limunum, eisini hevur sett á stovn bæði verkfallsgrunn og harafturat eisini ymsar sosialar skipanir fyri limirnar. Eitt nú hevur felagið bæði sjúkragrunn og lívstrygging og tað hevði eisini í nøkur ár verðið arbeitt við at seta eftirlønarskipan í verk í nøkur ár. Men, nú Landsstýrið barslaði við sínari eftirlønarætlan, er tað óvist, hvussu verður við øðrum ætlanum. Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, er sjálv fjórða á skrivstovuni hjá felagnum. Í sambandi við hátíðardagin, fara vit í blaðnum í dag og í morgin, at hava samrøður við Ingeborg Vinther, sum nú hevur verið formaður í Føroya Arbeiðarafelag í 20 ár. Vit tosa við hana um tíðina í Føroya Arbeiðarafelag, eitt sindur um framtíðina og um ymisk mál, sum eru uppi í tíðina. Samrøðurnar verða prentaðar í blaðnum í dag og í morgin John Johannessen - john@sosialurin.fo Tingfólk lítlan hug at fara rættarvegin Áhugin fyri at finna einstøk mál burturúr grein 19 frágreiðingini til at leggja fyri rættin tykist lítil millum limirnar í Rættarnevnd Løgtingsins Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldisflokkinum vil hava, at grein 19 frágreiðingin um 80 árini skal fáa rættarliga avleiðingar. Men fleiri limir í Rættarnevndini halda, at varligari skal farast fram. Eingir persónar Rúna Sivertsen, sum umboðar Fólkaflokkin í Rættarnevndini, ivast í, um hon sum politikari eigur at leggja seg eftir at finna fólk at leggja sak ímóti. Eg haldi ikki, at vit politikarar skulu leita eftir persónum at leggja sak ímóti, uttan at vit finna út av, at okkurt heilt kriminelt er farið fram, sigur Rúna Sivertsen. Í hesum sambandi vísir fólkaflokskvinnan á, at rætturin hevur verið upp í fleiri málum um førda politikkin í áttatiárunum, uttan at rætturin hevur kunnað staðfest nakað beinleiðis lógarbrot. Kortini ætlar Rúna Sivertsen sær at viðgera grein 19 frágreiðingina gjølla í Rættarnevndini, og hon fer at taka støðu út frá viðgerðini. Krevur umhugsunartíð Hans Pauli Støm úr Javnaðarflokkinum hevur enn ikki tikið støðu til grein 19 frágreiðingina. Eg haldi tað vera neyðugt at viðgera frágreiðingina í størsta álvara í Rættarnevndini, áðrenn eg kann taka støðu til, hvørjar avleiðingar fágreiðingin eigur at fáa, sigur Hans Pauli Strøm. Hans Pauli Strøm ger greitt, at hann fer at taka viðgerina í Rættarnevndini í størsta álvara. Tí talan er um eina ógvuliga álvarsama frágreiðing. Og undir viðgerðini fer hann at taka støðu til, hvørjar avleiðingar, hon skal fáa. Eg ætli mær ikki at ríða á nøkrum hesti í hesum máli. Eg fari ikki at feiða nakað undir teppið, og eg ætli mær heldur ikki at heingja nakran, sigur Hans Pauli Strøm. Hyggja frameftir Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýrisflokkinum er formaður í Rættarnevndini. Hann ásannar, at frágreiðingin vísir á fleiri viðurskifti, har skeivt varð farið fram í áttatiárunum. Men samstundis vísir Sámal Petur í Grund á, at hesi mál eru fyrnað. Og tí heldur hann, at frágeiðingin heldur eigur at fáa fylgjur fyri lóggávu og mannagongdir í framtíðini. Vit fara at viðgera frágreiðingina í størsta álvara. Men vit fara ikki at leita eftir einstakum málum í henni, sigur Sámal Petur í Grund og ger samstundis greitt, at viðgerðin í Rættarnevndini verður út frá uppskotinum frá formansskapinum, ið sigur, at frágreiðingin skal takast til eftirtektar. Mogens Nepper Christensen, fúti, hevur víst á, at ákærumyndugleikin ikki ætlar sær at taka støðu til frágreiðingina sum eina heild. Men at ákærumyndugleikin kann taka støðu til einstøk mál, um onkur vísir á tey. Samstundis hevur fútin gjørt greitt, at fyrningarfreistin er 10 ár. John Johannessen - john@sosialurin.fo Annlis skal samskipa tingmanningina Tjóðveldisflokkurin hevur nú tveir skrivarar. Ronnie Thomassen er floksskrivari og Annlis Bjarkhamar er júst sett í starv sum skrivari hjá tingmanningini 26 ára gamla Annlis Bjarkhamar tók týskvøldið av tilboðnum um at gerast skrivari hjá tingmanning Tjóðveldisfloksins. Annlis Bjarkhamar hevur seinastu trý árini verið virkin í politiska arbeiði Tjóðveldisfloksins. Hon var við til at endurreisa Unga Tjóðveldi fyri trimum árum síðani, og hevur hon síðani verið formaður í landsnevnd felagsins. Ungdómurin framat Tað var formansskapurin í Tjóðveldisflokkinum, sum heitti á Annlis um at taka við starvinum, og eftir drúgva umhugsunartíð tók hon við. Eg havi havt nógv beinleiðis samband við flokkin seinastu árini. Av tí, at eg havi verið landsformaður í Unga Tjóðveldinum, havi eg eisini verið umboð fyri Unga Tjóðveldið í sjálvum Tjóðveldisflokkinum. Tjóðveldisflokkurin letur nevniliga ungdómin sleppa framat, sigur Annlis Bjarkhamar. Nýggi skrivarin vísir á, at júst tað, at hon hevur havt nógv samband við flokkin, og at flokkurin letur ungdómin sleppa framat, vigaði nógv, tá hon gjørdi av at taka við starvinum. Skal vera bindilið Uppgávan hjá Annlis Bjarkhamar sum skrivari hjá tingmanning Tjóðveldisfloksins er í høvuðsheitum at vera bindilið millum tingmanningina og restina av politiska heiminum í Føroyum. Harafturat skal Annlis vera skrivari á øllum fundum hjá tingmanningini umframt, at hon skal hava eina opna skrivstovu á Gamla Apoteki. Annlis fer at brúka tíðina fram til jóla og nakrar dagar eftir jól til at seta seg inn í uppgávurnar, nýggja starvið hevur við sær. Umframt Annlis Bjarkhamar, sum nú er skrivari hjá tingmanningini, er Ronnie Thomassen skrivari hjá sjálvum Tjóðveldisflokkinum. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Ingeborg Vinther: Frágreiðingin um áttatiárini eigur at fáa avleiðingar Eg haldi, at tað er ov lætt sloppið, tá ið politikararnir siga, at nú jarða vit bara líkið og so gloyma vit alt, heldur formaðurin í Føroya størsta fakfelag. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Væntar harðar lønarsamráðingar í vár: Arbeiðsgevar skulu betala til eftirlønina Ingeborg Vinther væntar, at tær næstu lønarsamráðingarnar, sum verða longu í vár verða harðar og truplar. Eitt krav verður, at arbeiðsgevararnir skulu betala til tað nýggju eftirlønarskipanina, sigur Ingeborg Vinther Tað er nógv, sum bendir á, at tær næstu sáttmálasamráðingarnar ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag verða bæði harðar og truplar. Tað heldur Ingeborg Vinther, forkvinna í landsins størsta fakfelag, Føroya Arbeiðarafelag. Men tað gevur hon landsstýrinum skyldina fyri. Hon heldur, at størsti meinbogin fyri samráðingunum, sum verða longu í vár, er, at landsstýrið hevur kunngjørt, at ætlanin er at seta eina eftirlønarskipan í verk, har løntakarin skal gjalda ein ávísan prosentpart av lønini í ein eftirlønagrunn, men at arbeiðsgevarin sleppur undan at betala í grunnin. Men Ingeborg Vinther sigur, at tað er neyðugt, at arbeiðsgevarar eru við til at betala í eftirlønargrunnin. Lønin er lág frammanundan. Og hesi seinastu árini er keypiorkan máað undan lønini við príshækkingum, ikki minst á olju, men eisini vanligar húsarhaldsvørur eru nógv dýrkaðar. Sostatt er keypiorkan hjá vanliga fólkinum munandi versnað hesi bæði síðstu árini. Tí ber tað als ikki til, at arbeiðsfólk eisini skulu betala upp í fleiri prosent av lønini í eina eftirlønarskipan afturat og tí slepst heldur ikki undan, at arbeiðsgevararnir eisini betala í grunnin. Krøv til samráðingarnar Ingeborg Vinther sigur, at hon heldur, at tað er sjálvsagt, at landsstýrið við lóg eisini álegði arbeiðsgevarunum at gjalda til tað nýggju eftirlønarskipanina. Men tá ið tað ikki ber til, av tí at landsstýrið við sleppa teimum undan, so er onki at gera, uttan at fáa viðurskiftini í rættlag við samráðingunum. Ingeborg Vinther er fullgreið yvir, at skal Føroya Arbeiðarafelag at togast við arbeiðsgevararnar um at gjalda til eftirlønarskipanina í samráðingunum í vár, verður tað ómetaliga strævið eisini at fáa eina lønarhækking. Men tað er ongin sum helst ivi um, at Føroya Arbeiðarafelag fer eisini at krevja lønarhækkingar fyri at byrgja upp fyri teimum útreiðsluhækkingum, sum tey vanligu húskini hava verið fyri hesi bæði seinastu árini, sigur Ingeborg Vinther. Tí væntar hon, at avgerðin hjá landsstýrinum at sleppa arbeiðsgevarunum undan at betala í eftirlønargrunnin, fer at koma aftur um brekkur, tí tað fer at ávirka samráðingarnar í vár nógv og kann enda við at skapa stóra órógv á arbeiðsmarknaðinum. Ingeborg Vinther sigur, at í Føroya Arbeiðarafelag hava tey tosað eitt sindur um, hvørji krøv skulu setast til sáttmálasamráðingarnar í vár. Men tað er ikki komið so langt enn, at nakað er avgjørt. Tað er tó heilt greitt, at krav verður bæði um, at arbeiðsgevarar skulu betala í eftirlønargrunnin og at vit fáa lønarhækking omaná. Tað ber ikki til at fara frá aftur samráðingarborðinum, uttan at hava fingið eina lønarhækking, sigur Ingeborg Vinther avgjørd. Nú hevur landsstýrið gjørt av at geva skattalætta. Fer tað ikki at ávirka samráðingarnar hinvegin, so at krøvini ikki fara at vera so hørð, sum tey annars høvru verið? Nei, tað ger tað ikki. Skattalætti og lønarsamráðingar eru hvør sítt mál. Annars er skattalættin so vælsignað lítil, at hann ger púra ongan mun. Tí fer hann heldur ikki at fáa nakra sum helst ávirkan á krøvini til arbeiðsgevararnar í teimum komandu samráðingunum. Ingeborg Vinther sigur, at landsstýrið reypar í heilum av øllum yvirskotinum á fíggjarlógini og at landskassin stendur á tremur. Vildi landsstýrið linkað trýstíð á tey lágløntu, skuldi tað eitt nú, lækka oljuavgjaldið. Men tað beint øvugta er hent -tað er hækkað. Somuleiðis kundi Landsstyrið lækka mvg og givið ein veruligan skattalætta. Tá kundu vit byrja at tosa um at linka krøvini til tær komandu samráðingarnar, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Fakfeløgini mugu taka virknari lut í politikki Nú er tíðin komin hartil, at fakfeløgini beinleiðis eiga at stuðla teimum flokkum, sum taka undir við fakfeløgunum Taka vit ikki annað skinn um bak, koma vit skjótt at standa eftir sum teir stóru tapararnar. Tað heldur IngeborgVinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. Hon heldur, at ágangurin á fakfeløgini frá teimum politisku flokkunum er so stórur, at tað verður neyðugt hjá feløgunum, at tey fara at hugsa meiri politiskt. Og tá ið hon sigur politiskt, meinar hon partapolitiskt. Fakfeløgini hava sjálvandi altíð blandað seg meiri og minni upp í politikk. Tað allarmesta, sum hevur við fakfelagsarbeiðið at gera, er onkusvegna politikkur og tí er tað sjálvsagt, at feløgini blanda seg uppí politikk í síni heild. At siga, at fakfeløgini ikki skulu leggja seg út í politikk, ber slett ikki til, tí alt lívið er politikkur. Men higartil hava fakfeløgini í Føroyum ikki blanda seg uppí partapolitikk. Í øðrum londum er tað ikki óvanligt, at fakfeløg leggja seg beinleiðis út í partapolitikk og stuðla ávísum flokkum beinleiðis, bæði við at heita á limirnar um at atkvøða fyri ávísum flokkum og við at hjálpa ávísum flokkum við fíggjarligari hjálp til valstríðini. Og Ingeborg Vinther er sannførd um, at tað er hendan leiðin, sum tey føroysku fakfeløgini eisini noyðast at ganga. Men hon leggur tó dent á, at tað kann kortini ikki koma upp á tal at stuðla flokkum fíggjarliga Hon sigur, at tað er ferð eftir ferð, at tað kemur fyri, at lógir verða smoygdar niðuryvir fakfølgini, sum tey ikki vilja vita av. Hon sigur, at eftirlønarlógin og ætlaða lógin um seming eru tvey spillfesk dømi um hetta. Í eftirlønarlógini verður arbeiðsgevarin sleptur undan allari ábyrgd. Samstundis verður stættarmunurin staðfestur heilt í grøvina, tí tann, sum hevur eina høga lívsløn, skal eisini fáa eina høga eftirløn. Og í lógini um seming er tað ætlanin at taka verkfalsrættin frá fakfeløgunum við at geva semingsmanninum óavmarkaðan rætt til at útseta verkfall. Samstundis er ætlanin at gera tað at kalla ógjørligt at fella semingsuppskot. Men Ingeborg Vinther ivast ikki í, at enn fleiri uppskot fara at koma, sum fara at skerja møguleikarnar hjá fakfeløgunum at virka. Í løtuni eru vit á eini fullkomiliga skeivari kós. Vit síggja tað á lógarsmíðinum, sum ferð eftir ferð ger seg inn á fakfeløgini. Og vit síggja tað í samráðingunum, ikki minst á almenna arbeiðsmarknaðinum, har ið Fíggjarmálastýrið vísir slíka vanvirðing ímóti fakfeløgunum, sum sjálvdan sæð áður. Tí heldur hon, at tíðin nú er komin hartil, at fakfeløgini eiga at taka ein nógv meiri virknan lut í politikki. Ingeborg Vinther heldur kortini ikki, at fakfeløgini skulu fara at stuðla einstøkum politiskum flokkum fíggjarliga. Men eg haldi, at vit eiga gera okkum greitt, at tað er neyðugt hjá okkum at taka meiri virknan leiklut í politikki. Tað kunnu vit gera við at stuðla teimum flokkum, sum stuðla okkara sjónarmiðjum á Løgtingi. Hetta skal gerast við at fakfeløgini mæla fólki til at atkvøða fyri teimum flokkum, sum stuðla fakfelagspolitikki á Løgtingi. Hon sigur, at hetta er vanligt í Grønlandi og hevur eisini verið gjørt í Íslandi viðhvørt. Og tað heldur hon, at fakfeløgini í Føroyum eisini eru noydd til at gera nú. Kunnu flokkarnir ikki taka í herðatoppin á politikarum, sum fara so langt av leið, sum ávísir politikarar í hesi samgongurin eru farnir, sum eiga fakfeløgini at bera so í bandi, at flokkurin svíður fyri tað, og missur atkvøður, tá ið val verður aftur, sigur Ingeborg Vinther. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Hava opið hús mánadgin Nú Føroya Arbeiðarafelag fyllir 75 ár mánadagin, er ætlanin at hava opið hús, har tað ber til hjá limum, grannum, viðskiftafólk og fólki annars, at støkka inn á gólvið Nú Føroya Arbeiðarafelag fyllir 75 ár mánadagin, er ikki ætlanin, at dagurin skal fara afturvið borðinum uttan víðari. Sjálvan føðingardagin er ætlanin at hava opið hús mestsum allan dagin. Ingeborg Vinther sigur, at ætlanin er at hava opið hús í felagshúsinum í Tjarnadeild 5 í Havn, frá klokkan trý seinnapartin mánadagin, til klokkan 8.30 um kvøldið. Har verður okkurt smávegis ábit undir tonnina og eitt glas at fáa. Og Ingeborg Vinther sigur, at har eru fólk vælkomin at støkka inn á gólvið, ikki minst limir í felagnum, men sanniliga eisini fólk, sum Føroya Arbeiðsfelag samskiftir við, eins og grannar og fólk annars. Forkvinnan sigur, at ætlanin er at hava opið til út á kvøldið, fyri at eisini limir skulu hava møguleikan at koma inn á gólvið aftaná arbeiðstíð. Men tað er eisini ætlanin at gera næsta aðalfundin til nakað serligt. Hann verður í mars mánaða og har møta umboð fyri tey ymsu lokalfeløgini í Føroya Arbeiðarafelag og tá verður gjørt eitt sindur meiri burturúr enn vanligt hevur verið á aðalfundum Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Nú kann telefon-rokningin bara minka TeleF hevur brotið ísin og er farið undir at veita føroyingum telefontænastur. Kundin fer at merkja tað á pengapunginum, við at TeleF fer at veita bíligari tænastur, sigur Billy Hansen, stjóri Tað hevur verið tungur burður, men nú kunnu føroyingar velja, hvat telefonfelag teir vilja brúka. Umframt Føroya Tele verður eisini møguleiki at brúka TeleF, sum nýggja felagið eitur. TeleF fer í fyrsta umfari bara at veita tænastur á fastneti, men Billy Hansen vónar, at TeleF skjótt fer at kunna bjóða kundunum fartelefon og internetsamband. Umsókn um at veita kundum fartelefonsamband liggur hjá Fjarskiftiseftirlitinum, men tað er ikki klárt enn. TeleF hevur eisini ætlanir um at veita internetsamband. Munurin fer fyrst og fremst at vera, at vit kunnu veita eina bíligari tænastu enn Føroya Tele, sigur Billy Hansen. Prísirnir hjá TeleF fara at vera almannakunngjørdir í næstum, og so ber til at samanbera við aðrar prísir, men enn ber ikki til at siga, hvussu bíligari tað verður. Enn hava vit ikki nógvar kundar, men um vit skulu hava fleiri, mugu vit vera lækka prísirnar, sigur Billy Hansen. Hann boðaði eisini frá, at farið verður undir eina lýsingarherferð í næstum. Eingin broyting Brúkarar, sum velja at brúka TeleF, skulu ikki hugsa um at broyta tað nummarið, tey hava nú. Heldur ikki skulu tey trýsta okkurt annað tal fyrst. Gomlu numrini verða varðveitt. Broytingarnar verða gjørdar á netinum hjá Føroya Tele, sum TeleF brúkar. Fyri at gerast kundi hjá TeleF, skalt tú senda eina umsókn inn. Billy Hansen sigur, at rokningarnar fara at vera meira nágreiniligar. Kundarnir fara at kunna síggja, hvar og hvussu leingi tey hava verið í telefonini henda mánaðin. Kundin kann eisini fáa eina vanliga telefonrokning. Fyrsta samrøðan Hósmorgunin fór ein søgulig hending fram. TeleF hevði sína fyrstu almennu samrøðu. Tað var Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sum hevði tann heiðurin at vera tann fyrsti, sum ringdi upp hjá TeleF. Bygdaráðsformaðurin í Vestmanna, Gunn Joensen, svaraði í hinum endanum, at >>tað hoyrist væl<<. Tað er ikki av tilvild, at fyrsta samrøðan hjá TeleF var millum Havnina og Vestmanna. Í 1905 var fyrsta telefonsamrøðan millum bygdir í Føroyum, og tað var júst millum hesi bæði støðini. Tað var Ólavur av Heygum, sum tá dróg ein telefonkaðal úr Havnini til Vestmanna. Hetta var privat framtak, og Billy Hansen segði seg fegnast um, at henda tænasta nú aftur verður á privatum hondum. Lang bíðitíð Løgtingið samtykti á vári í 1997 eina fjarskiftislóg, sum skuldi loyva kapping á økinum, og í hesum sambandi varð Telefonverkið umskipað til partafelag. Ikki fyrr enn nú, hálvttriðja ár aftaná, hava vit fingið fyrsta kappingarneytan hjá Føroya Tele. Lógin áleggur, at øll kunnu brúka kervið hjá Føroya Tele, og TeleF má rinda fyri at brúka kervið. Samstarv Í sambandi við, at TeleF fer undir at bjóða fólki telefontænastur, er ein samstarvsavtala gjørd við El & Tele, sum skal taka sær av kervinum. El & Tele skal taka sær av innleggingum og øðrum praktiskum uppgávum. TeleF er sostatt sett saman av Teletænastuni hjá Billy Hansen, Íslandssími, sum er ein íslendsk telefyritøka og El & Tele. Billy Hansen hevur í fleiri ár havt Teletænastuna, sum bjóðaði bíligar samrøður uttanlands, men hon er dottin niðurfyri, nú nýggja felagið er farið í gongd. NØVN Í VIKUNI Havnarkona av Kirkju sjeytifimm Í dag verður Bergtóra Jacobsen í Havn 75 ár. Bergtóra er fødd og uppvaksin úti á Kirkju í Fugloy, men kom sum ung genta til Havnar á kostskúla hjá nunnunum. Foreldur hennara vóru Karolina Matras dóttir S. M. Zachariasen og Gullak Matras bæði av Kirkju. Hon giftist í 1951 við Óla Simonsen, sonur Erik hjá Magnus Sivard. Tey búsettust tá úti í Grønlandi, har tey fingu tvey børn saman. Óli andaðist í 1957, og tískil mátti hon út at arbeiða fyri at uppihalda hús og heim. Fyrst var hon krambakvinna í handlinum >>Tubbak<< hjá Christian Dahl Restorff, ið var á Áarvegnum, har Flogfelag Føroya er í dag. Tá handilin lat aftur, fór hon í skrivstovuarbeiði á Fiskasøluni. Har var hon fram til 1965, tá hon giftist uppaftur við Frits hjá Gøtu Anton, sum sjálvur var einkjumaður eftir Lilly Dam, systir Petur M. Dam sála: Tá flutti hon við mammu síni, sum var hjá henni, og báðum børnunum út í J. C. Svabosgøtu. Men ikki var teimum teimum báðum langt lív lagað saman. Tí longu í august 1967 doyði Frits, og eftir sat Bergtóra við fýra børnum, harav tveimum dreingum, ið tey høvdu saman. Í 1968 flutti hon út aftur í Grønland at búgva. Her tók hon ymisk arbeiði uppá seg, millum annað vaskaði hon í fleiri ár í Kommunuskúlanum. Seinni, tá lagnan enn einaferð vildi tað so, at heilsubrek fóru at gera um seg, var so heppin at fáa arbeiði hjá Postverk Føroya, sum um tað mundið kom við teim føroysku frímerkjunum. Hon fekk starv á Frímerkjadeildini. Har var hon til sín pensjónsaldur fyri ákkurát átta árum síðan. Men sum pensjónsnistur hevur hon onga løtu kett seg ella latið tíðina farið til einkis. Tí húsið er eins væl røkt innan sum uttan, eisini stykkið rundan um við blómum og runnum, sum um summarið stendur sum eitt prógv um tað sama, sum tað altíð hevur verið. Tað hevur hon gingið sera høgt uppí, tað veit ein og hvør, sum kennir Bergtóru. Eisini hevur hon havt tilknýti til Meinigheitshúsið og tess virksemi, og K.F.U.K. ikki at gloyma, har hon millum annað hevur sitið í nevndini. So eru tað sjómanskvinnuringurin og tílíkt, men altíð lítinlátin, hevur hon gingið fremst til at taka eina hjálpandi hond í, hvat tað so skuldi verið. At enda verður ynskt henni tillukku við sjeytifimm ára degnum í dag og nógv góð ár afturat. Dagurin verður hildin hjá soninum Eiriki - við síðuna av, har hon býr, har børnini hava skipað fyri. Rani Nolsøe >>business developer<< Alnót Rani Nolsøe í Klaksvík er settur sum >>business developer<< hjá nýggja telefelagnum, Alnót, í sambandi við, at felagið fyrireikar seg til fjarskiftisvirksemi í Føroyum. Rani Nolsøe skal í høvuðsheitum taka sær av at menna marknaðarføringina, søluna og kundarøktina hjá felagnum. Í tíðindaskrivi frá Alnót sigur Bjarni Askham Bjarnason, stjóri, at føroyingar í næstum fara at hava fleiri fjarskiftisveitarar at velja millum. Hann sigur, at Alnót fer at marknaðarføra allar vanligar tænastur á fjarskiftisøkinum, og tá ið øll loyvi eru fingi til vega, fer Alnót at bjóða út sína egnu GSM-skipan í summar. Navnið >>Alnót<< kundi eisinin bent á, at felagið eisini ætlar at bjóða út tænastur, ið hava við alnetið at gera. Bjarni A. Bjarnason sigur, at felagið fer í sínum virksemi at tryggja føroysku brúkarunum kappingarførar prísir og tænastur. Rani Nolsøe, sum m. a. er kendur úr tónleikabólkinum Frændum í Klaksvík, er sonur Lis og Eli Nolsøe, fyrrverandi landsstýris- og tingmann Sambandsfloksins. Rani starvast í løtuni sum menningarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Hann er 41 ára gamal og tekur við starvinum í Alnót 1. januar komandi. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt djúpt lágtrýst beint vestan fyri Bergen fer í landsynning. Vestan fyri lágtrýstið rekur køld luft inn yvir Føroyar norðaneftir. Ein hátrýstryggur frá Norður-Grønlandi til Azorurnar fer eystureftir og verður væntandi yvir Føroyum í dag. Síðan fer eitt lágtrýst við Hvarvið í ein landnyrðing, og brúgvaløg haðani við regni og lýggjari veðri fara framvið Føroyum í morgin. Eitt stormlágtrýst gongur sunnudagin móti havinum vestan fyri Írland og brúgvaløg haðani nærkast spakuliga Føroyum, men verða darvað av einum hátrýsti yvir Norskahavinum. Veðrið í dag: Gul til stívt andøvsgul av norði, seinni minkandi av ymsum ættum. Einstøk kavaæl. Móti náttin frískar hann vindin av suðri. Skýggjað og møguliga vátakava- ella kavaælingur. Hitin millum frostmarkið og :2 stig. Veðrið leygardagin: Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi og nakað av regni. Hitin millum 2 og 5 stig. Út á seinnapartin av útsynningi. Skýggjað og regn- ella vátakavaælingur. Hitin umleið 2 stig. Veðrið sunnudagin, mánadagin og týsdagin: Lot til andøvsgul av suðri og yvirhøvur turt. Hitin beint oman fyri frostmarkið. Seinni snarar hann í landsynning og veksur upp í strúk í vindi ella skrið, helst nakað av regni. Hitin økist til millum 3 og 6 stig. Í gjár: Eitt djúpt lágtrýst beint vestan fyri Bergen fer í landsynning. Vestan fyri lágtrýstið rekur køld luft inn yvir Føroyar norðaneftir. Í dag: Ein hátrýstryggur frá Norður-Grønlandi til Azorurnar fer eystureftir og verður væntandi yvir Føroyum í dag. Síðan fer eitt lágtrýst við Hvarvið í ein landnyrðing, og brúgvaløg haðani við regni og lýggjari veðri fara framvið Føroyum í morgin. Eitt stormlágtrýst gongur sunnudagin móti havinum vestan fyri Írland og brúgvaløg haðani nærkast spakuliga Føroyum, men verða darvað av einum hátrýsti yvir Norskahavinum. ODDAGREIN: Krevur nógv av báðum pørtum Í gjár hittust umboð fyri oljufeløgini, ið hava fingið leitiloyvi við Føroyar saman við umboðum fyri Oljumálastýrið. Hetta er fyrsti veruligi fundurin millum føroyskar oljumyndugleikar og fyristøðufeløgini (operatørarnar), síðani loyvini vórðu latin fyri eini tíð síðani. Tá loyvini vórðu latin segði landsstýrismaðurin í oljumálum, at loyvishavararnir høvdu bundið seg til stuðla uppundir ymsar verkætlanir í Føroyum, sum m.a. høvdu til endamál at menna førleikan hjá føroyskum virkjum. Tilsamans høvdu feløgini játtað at lata knappar 100 mill. kr. til slík endamál. Higartil hava vit fingið lítið at vita um, hvat hesin peningurin í veruleikanum skal brúkast til, hvør hevur ábyrgdina av honum og hvørjar ringvirkningar hann kann fáa. Vit hava hoyrt, at bretska oljufelagið BP vil seta pengar av til ein serstakan samskiftiskaðal millum Føroyar og Bretland. Men í gjár varð so skjøtil settur á eitt av teimum stóru projektunum í hesum sambandi, nevniliga stovnsetan av grunni, sum skal taka sær av út-búgvingarmálum í sambandi við eina komandi oljutilgongd. Tað skilst, at ein stórur partur av teimum 100 mill. kr. skal kanaliserast nettupp yvir í útbúgvingarmál av ymsum slag. Hvussu hetta skal gerast varð viðgjørt á fundinum í Oljumálastýrinum í gjár. Vit eiga at fegnast um, at peningaorka verður tøk til at menna føroyska samfelagið út um tað, sum verður sett av á okkara egnu fíggjarlóg. Tað vilja altíð vera øki, sum fíggjarlógin ikki røkkur, og tá talan er um at skapa grundarlag fyri útlendskum feløgum, sum vilja gera íløgur her við tí vón, at tey fara at vinna pening, so er einki annað enn náttúrligt, at tey eisini kenna ábyrgd mótvegis tí øki tey virka í. Tað vil altíð vera ein spurningur um javnvág. Tvs. at føroyskir myndugleikar eiga at kunna seta útlendskum vinnufyritøkum, sum vilja vinna pengar burtur úr møguligum føroyskum tilfeingi, krøv, men samtíðis má samfelagið eisini skapa hesum fyritøkum neyðugu karmarnar at virka undir. Hóast føroyska samfelagið hevur lætt við at umstilla seg til nýggjar avbjóðingar, so er tó greitt, at avbjóðingin, sum liggur í nýggju oljuvinnuni, er so stór og øgilig, at tað krevst nógv av føroyskum myndugleikum og vinnulívi. Tað er tí altumráðandi, at føroyingar standa saman heldur enn hvør í sínum lag at dyrka egináhugamál. Vit mugu standa saman - ikki sum andstøða til útlendsku feløgini - men fyri at tryggja okkum, at nakað skilagott spyrst burtur úr fyri heildina eitt nú við at kunna veita mest møguligar tænastur á einum kvalitetsstøði. Oljufeløgini mugu so eisini vísa forstáilsi, tí hetta er nakað nýtt fyri okkum, og tí mugu tey vísa ein positivan vilja móti tí føroyska samfelagnum, eisini har hetta setir teimum eyka krøv. Sosialurin Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Kyndil fær ikki vart steypið Tvær fjórðingsfinalur í Coca-Cola kappingini hjá kvinnum vórðu leiktar mikukvøldið, og meðan stórur spenningur var í dystinum í Havn, var talan um eina hálva sensatión á Skála Coca-Cola kappingin Av teimum báðum hálvfinalunum, sum vóru á skránni mikukvøldið, mundu tey flestu rokna við, at spenningurin helst fór at vera í Havn, har Neistin og Kyndil hittust. Hin dysturin var á Skála, har StÍF, sum dagliga spælir í aðru deild, skuldi taka ímóti VÍF. Hálv sensatión Tað skuldi tó vísa seg, at VÍF fekk nógv størri trupulleikar av StÍF, enn tær sjálvar munnu brýggja seg um. Í hálvleikinum hevði StÍF nevnliga eina eitt máls leiðslu, og fyrstu tíggju minuttirnar av seinna hálvleiki bendi einki á, at tær fóru at sleppa hesi. Tað var ikki fyrr enn VÍF fór undir at mansverja tær báðar útlendsku leikararnar hjá STÍF, at munur kom í, soleiðis at talan at enda gjørdist um ein greiðan sigur. Endaliga støðan gjørdist 22-14 til VÍF, eftir at StÍF hevði ført 9-8 í hálvleikinum. Hjá heimaliðnum skutu Alina Olaru og Ileana Manulescu fýra mál hvør, meðan Sóleyð Mikkelsen skeyt átta mál fyri gestirnar. Brotskøst á Hálsi Í grannauppgerðini á Hálsi skuldu brotskøst til, áðrenn nakað sum helst var avgjørt. Endaliga støðan gjørdist, at Neistin vann dystin 29-27. Upprunaligi dysturin endaði 21-21 (12-9), og tá umdysurin kastaði fýra mál av sær til hvørt av liðunum, gjørdist neyðugt við brotskøstum. Her misnýtti Kyndil tey bæði fyrstu køstini, og tá Neistin so skoraði upp á síni, gjørdust tað at enda tær, sum fóru avstað við sigrinum. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo So vann Kyndil á teimum bláu Eftir at teir seks landskappingardystir á rað hava verið við undirlutan móti grannunum, eydnaðist Kyndli mikukvøldið at vinna á Neistanum, og sigurin var fult uppiborin Neistin-Kyndil 20-23 (10-10) Hondbóltur Neyvan man tað vera hent fyrr í søguni hjá teimum báðum havnarfeløgunum, at Kyndil seks ferðir á rað hevur verið við undirlutan í grannauppgerðini í bestu mansdeildini. Soleiðis var støðan tó undan dystinum mikukvøldið, og einki er at ivast í, at hetta var nakað, sum leikararnir á kyndilsliðnum ætlaðu at gera sítt til fyri at forða. At tað harumframt stóðu sera týdningarmikil stig upp á spæl, man ikki hava gjørt stríðsviljan hjá Kyndli minni, og hetta tóktist eisini sjónligt fyrstu løtuna av dystinum. Bert hepnið restaði Kyndil var nevnliga klárt betra liðið á leið fyrsta korterið. Verjan riggaði væl. Skjótingarnar millum leikararnir vórðu framdar somikið skjótt og væl, at tað at kalla var ógjørligt hjá Neistanum at spæla seg ígjøgnum. Tað einu ferðina vórðu teir enntá dømdir fyri nøl við einum manni í yvirtali. Blokkarnir sótu eisini har teir skuldu, og hevði týdningarmesti parturin av álopsspælinum, nevnliga skotroyndirnar, riggað eins væl, so hevði neistaliðið ivaleyst verðið køvt longu í byrjanini av dystinum. At tað kortini ikki gekk soleiðis, komst serliga av tveimum fyribrigdum. Annað av hesum var, at hepni so at siga als ikki var við kyndilsliðnum, tá skjótast skuldi. Í øllum førum man innarasíðan av stólpunum í málinum á Hálsi vera nakað tynri nú eftir dystin, enn hon var undan dystinum. Hitt var, at Ørvur Heimbø í neistamálinum stóð ein sera góðan dyst, har hann fleiri ferðir bjargaði skotum frá at kalla fríum mótleikarum, tá Kyndil ferð eftir ferð við skjótum álopsspæli fór ígjøgnum neistaverjuna. Fullu aftur á Sostatt eydnaðist ongantið veruliga hjá Kyndli at sleppa leysir hesa fyrstu løtuna. Nakað inn í dystin fingu teir tó opna nøkur mál niður til Neistan, men ístaðin fyri at halda fast um og útbýggja hesa leiðslu, fóru teir brádliga at taka sær av løttum. Verjan tóktist als ikki nóg sterk longur, og neistaliðið slapp nú væl longur inn at skjóta, og fram móti endanum kundi Áki Mørk gera sær dælt av hesum tríggjar ferðir á rað, soleiðis at talan gjørdist um javnleik. Tamt í seinna Tað vísir seg ofta, at hevur eitt lið fyrst sett ferðina niður, so er ógvuliga torført at vinda hana upp aftur, og soleiðis var eisini við Kyndli mikukvøldið. Teir vóru tó eisini við yvirlutan allan seinna hálvleik, men avrikið gjørdist ongantíð so sannførandi, sum fyrsta korterið av dystinum. Tíðliga í seinna hálvleiki hevði Neistin millum annað tvær útvísingar á rað, harav tann hjá Jákup Sverra væl kundi verið beinleiðis reytt, men heldur ikki tá eydnaðist Kyndli veruliga at fara avstað. Teir fingu tó økt munin upp í eini fimm mál, tá hann var størstur, og tá tóktist tað eisini greitt, at dysturin mundi hava funnið sína avgerð. Neistin fekk minkað nakað um munin aftur, men spenning fingu teir ikki í dystin. Heldur ikki hóast teir at enda royndu at skifta málverjan við útileikara, so teir í álopsstøðu royndu seg við sjey móti seks. Jónleif var framúr Sæð burtur frá fyrsta korterinum, tá kyndilsliðið virkaði sum ein væl skipað eind, so mundi tað serliga vera Jónleif Sólsker, sum skaraði framúr mikukvøldið. Royndi neistaliðið at koma út á vøllin at verja, gav hann í fleiri førum dømi um, hví hann verður mettur millum bestu spælskipararnar í landinum, tá hann nærum sletti bóltin inn um verjuna til fríar viðleikarar. Í seinna hálvleiki royndi Neistin at forða fyri hesum, við at verja longur inni, men hetta førdi við sær, at Jónleif slapp nærri málinum, og tá skotini so fullu, var lítið at gera hjá Ørvi. Sami Ørvur mundi annars vera besti maður á neistaliðnum hetta kvøldið. Fyri uttan hann, kundi væl verið, at tapið hjá teimum bláu hevði verið nógv størri enn trý mál. Dysturin í tølum Málskjúttar: Neistin: Jacob Jonsson 6, Jákup Sverri Kass 5, Ári Rouch 4(1), Áki Mørk 4, Helgi Justinussen 1 Kyndil: Jónleif Sólsker 9(2), Hans Áki Dahl Christiansen 4(1), Rúni Poulsen 3, Bjarni Wardum 3, Heini Bendtsen 3, Janus Einar Sørensen 1 Brotskøst: Neistin 3, Kyndil 4 Útvísingar: Neistin 5, Kyndil 5 Dómarar úr Tjaldur: Kári Hansen og Dánjal Hansen. Tóktust til tíðir ókonsentreraðir í dømingini, og høvdu tí fleiri skeivar metingar. Royndu hinvegin at leggja eina greiða linju, sum teir so nøkunlunda megnaðu at halda. VW Passat 1,9 TDI Motorurin 4 syl. 1,9 TDI 101 hk Turbodiesel 0-100 km/t 12,7 sek. Oljunýtsla 18,2 km/l Dekkstødd 195/65-15 Stødd og vekt Longd 470,3 cm Breidd 174,6 cm Hædd 146,2 cm Eginvekt 1325-1425 kg. Totalvekt 1950 kg Prísur kr. 243.000,- Søluumboð Bilasølan v/Øssur Johannesen P/f Vegurin Langi FO-100 Hoyvík Tlf. 315354 Magnus Gunnarsson VW Passat ein succes í nýggjari útgávu Magnus Gunnarsson Nýggjur Ford Fiesta um eitt ár Eftir ætlan skuldi ein nýggjur Ford Fiesta koma á marknaðin á sumri 2002, men hann er nú framskund-aður til fyri jól í 2001. Magnus Gunnarsson Eftir ætlan skuldi ein nýggjur Ford Fiesta koma á marknaðin á sumri 2002, men hann er nú framskund-aður til fyri jól í 2001. 3 syl. diesel Bilurin líkist nógv Ford Focus, og er nakrar sentimetrar størri enn núverandi Fiesta. Eins og Focus skal Fiesta eisini fáast við elektronisku stabilitet skipanini, ESP, sum standard. Ætlanin er eisini at Fiesta skal fáast við einum nýggjum 1,1 litur dieselmotori við trimum sylindarum. Fiesta og Ka Ford væntar at spara eini 10 milliardir krónur við at sameina Fiesta og tann minna Ford Ka, tá Fiesta kemur við 3 hurðum í 2002. Núverandi Ford Fiesta verður eisini gjørdur sum Mazda 121, hvussu verður við tí bilinum, vita vit ikki enn. Kelda: FDM / Motor Magnus Gunnarsson Peugeot 206 CC cabriolet og heilársbilur Magnus Gunnarsson Peugeot 206 CC. Bókstavirnir CC standa fyri Coup de Coeur, sum merkir - hjartans útvaldi - á fronskum, ella Coupé Cabriolet, sum bilurin í roynd og veru er, tí takið kann uttan trupulleikar leggjast niður í viðførisrúmið. 2+2 bilur Peugeot 206 CC er ein 2+2 bilur, tað vil siga at tvey fólk sita væl framman, meðan baksetrini eru at rokna sum barnasetur. Á bilum, sum hava sjálvberandi karossarí, er takið við til at halda bilinum saman. Tí er 206 CC væl styrktur undir dúrkinum og millum kabinuna og viðførisrúmið, eins og stálrør eru í rútarammuni til forrútin, so hann tolir harðan stoyt, um bilurin skuldi bólta runt. Aftan eru eisini rør til sama endamál. Hvør sín gearkassa Hóast karossaríið er væl styrkt, eru munandi minni ristingar at merkja tá takið er á bilinum. Takið er lætt at leggja saman, við at loysa tvey handtøk, og trýsta á ein knøtt millum setrini. Hetta tekur eini 25 til 30 sekund. Tá takið er lagt saman í viðførisrúminum, er lítið og onki pláss eftir til viðførið. Peugeot 206 CC er ein sportsligur bilur, men ikki ein beinleiðis sportbilur, hóast hann sær soleiðis út. Tvær motorstøddir eru at velja ímillum, ein 1,6 litur við 110 hk, ið brúkar dekkstødd 185/55-15, men hin er ein 2,0 litur við 138 hk, við dekkstødd 205/45-16 á alufelgum. Eisini hava teir hvør sín gearkassa. Smartur bilur Peugeot 206 CC er ein sera smartur bilur, sum fæst í fleiri nútímans litum, sum passa væl saman við intrekkinum. Hetta er ein bilur sum hevði hóska væl til okkara veðurlag, har man hevði ein smartan coupé at koyra við alt árið, og lætt er at leggja takið í viðførisrúmið ein góðan summardag. Kelda: Bilen Motor & Sport Magnus Gunnarsson Smátíðindi Audi Steppenwolf Audi Steppenwolf er ein conceptbilur, sum er bygdur yvir sama plattform sum Audi A3 og TT, men við størri sporvídd og fríhædd. Hann hevur ein 3,2 litur V6 motor við 225 hk, Quattro-transmissión, Haldex-differentiali og elektroniskari sperru. Kelda: Bilen Motor & Sport Starakassar í Århus Á fleiri vegamótum á Århus Ringvej eru sokallaðir "Starakassar" settir upp til brúk eftir árskiftið. Spolar eru lagdir í vegin sum aktivera eitt fototól, sum avmyndar bilar sum koyra yvir reytt ljós, ella koyra ov skjótt. Bøturnar eru frá 1000 kr. og uppeftir. Kelda: FDM / Motor Nissan X-Trail Nissan X-Trail er ein frítíðarbilur, sum skal kappast í SUV-klassanum, har kappingarneytarnir eru t.d. Audi Allroad Quattro og BMW X5. X-Trail fær ein nýggjan 2.0 litur aluminiumsmotor við 6 trins elektroniskum gearkassa. Kelda: Bilen Motor & Sport Leygardagur 16. des. Føðingar 3. des. fingu Eyðdis Reinert og Allan Helleskov, Ejstrupholm í Jyllandi ein son. Hann vigaði 3350 gr. og var 52 cm. langur. 7. des. fingu Randi Johannessen og Nicholas Holm, Stockholm, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3000 gr. 8. des. fingu Bjørg Amalia Mohr og Julian Johnsson, Sogndal, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 2942 gr. 8. des. fingu Olga og Jákup av Kák, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4005 gr. 8. des. fingu Kistarak og Suni Dam, Eiði, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3950 gr. 8. des. fingu Maria og Helgi Davidsen, Æðuvík, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3000 gr. 9. des. fekk Berit Joensen, Sørvágur, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3350 gr. 9. des. fingu Miriam Nolsøe Johannesen og Jóhannis Joensen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4000 gr. 9. des. fingu Lis Gregersen og Bergur Johannesen, Oyri, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4400 gr. 10. des. fingu Jónley á Løgmansbø og Róðin E. á Lofti, Keypmannahavn, ein son. Hann var 40 cm. langur og vigaði 1355 gr. 11. des. fingu Anita Wang og Ási Potts, Norðskála, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3800 gr. 11. des. fingu Maria Hansen og Eyðun Dalsgarð, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4170 gr. 13. des. fingu Sunnfríð Isaksen og Jónbert Henriksen, Vestmanna, ein son. Hann var 61 cm. langur og vigaði 5050 gr. 14. des. fingu Vivi Jacobsen og Karstin Højgaard, Toftir, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3500 gr. Andlát 09. desember: Poul Jóhannus Johannesen, ætt. úr Húsavík, bús. á Skála, 66 ár. 10. desember: Heidi Jensen, ættað av Sandi, búsitandi í Esbjerg, 30 ár. Jensia Jacobsen, Tórshavn, ættað úr Sandvík. 87 ár. 11. desember: Hákun Jacobsen, í Nólsoy, 74 ár. Kristina Gøthe, Norðragøtu. 91 ár 12. desember: Ragnhild Brúarfoss av Hellunum, 83 ár. Magdalena Joensen á Hvítanesi, vanliga nevnd Mena, 73 ár. Aleksander Christiansen, á Skála. Jens Berg í Hovi, 77 ár. Eitt ljós á gøtu míni >>Faðir vár, tú sum ert í himlunum<< Matt. 6. 9 b. Á einari húsvitjan setti prestur einari gamlari konu, sum lá á sjúkralegu spurningin, hvussu hon fekk tíðina at ganga, og um dagarnir ikki fullu henni langir. Hon svaraði: >>Nei, tygum prestur, eg havi jú mítt Faðir vár!<< >>Ja<< svaraði presturin, >>tað er eisini ein rík bøn; men eg skilji kortini ikki, hvussu tygum kunnu brúka ta bønina at stytta stundirnar við<<. >>So skal eg læra prestin tað<<, segði hin gamla konan. >>Síggja tygum, tá ið eg vakni um morgunin, leggi eg hendurnar saman og byrji: >>Faðir vár, tú sum ert í himlinum<<. Nú havi eg góða tíð, og dvølji leingi við hvørt orð. Fyrst steðgi eg við orðið: >>Faðir<<. So undurfult tað tó er, at hann er faðir mín, og eg barn hansara, og allur kærleiki hansara til mín fyllir sál mína við størsta takksemi. Síðani fari eg víðari til tað lítla orðið >>vár<< og har komi eg at hugsa um allar mínar systrar og brøður í Harranum, tey her á jørðini og tey heima í himlinum, ja, samfelag teirra heilagu, og tað vekir mong góð minnir. Soleiðis dvølji eg leingi við hvørt orð. Hyggur onkur inn á gólvið til mín, gevist eg, og tá ið tey eru farin, byrji eg aftur, har eg helt uppat. Eg eri ongantíð komin heilt ígjøgnum mítt Faðir vár eftir einum degi. Men so haldi eg fram næsta morgun, og soleiðis haldi eg á, tí í teirri bønini havi eg lært, at mín skuld er fyrigivin, mín sál er bjargað, Guð er mín, og eg eri hansara, og hann skal fría meg frá øllum illum og leiða meg heim í sítt himmalska ríki<<. Hvussu biðja vit so Faðir vár? John S. Myllhamar Kirkjur og samkomur Gudstænastur Leygardagin 16. des. Fríðrikskirkjan: kl. 20 >>Vit syngja jólini inn<< við kórsangi, felagssangi og upplestri 3. sunnudagur í advent Klaksvíkar sjúkrahús: kl. 10.00, og Norðoya Vistarheim: kl. 14.30, N. P. Danielsen Christianskirkjan: kl. 11.00, altargangur, Peter O. K. Olofson Jólakonsert í Christianskirkjuni kl. 20.30 við Klaksvíkar Hornorkestur og Niels Paula Danielsen Havnar kirkja: kl. 11.00, Sonja Klein kl. 14.00 Barnajólagudstænasta við Luciugongd, Sverri Steinhólm Nólsoy: kl. 12.00, Bjarni Bæk Kaldbak: kl. 12.00, Manskórið í Meinigheitshúsinum í Havn syngur. Sverri Steinhólm Funningur: kl. 12 messa, Eiði: kl. 17 níggju-lestra gudstænasta, Norðskála: kl. 19.00, níggju-lestra gudstænasta, Emil Olsen Vesturkirkjan: kl. 11.00, Bergur D. Joensen Hósvík: kl. 12.00, altarg., Marjun Bæk. (Talvan gongur í Hósvík, Hvalvík, Haldarsvík og Tjørnuvík fyri Guds orðs boðan) Kvívík: kl. 12.00, altarg., (skriftarmál kl. 11.50), Martin R. Jacobsen. (Talvan gongur fyri kirkjuna) Í Vestmanna gongur talvan fyri Guðs orðs boðan Sjóvar kirkja: kl. 12.00, altarg., (talvan gongur fyri sunnudagsskúlan) Skála: kl. 19.00, altarg., Jógvan Fríðriksson. (Talvan gongur fyri Sjómanskirkjuna). Miðvágur: kl. 12.00, David Johannesen Fríðrikskirkjan: kl. 11.00, altarg., Jónsvein Bech Hov: kl. 12.00, Erland Beder Vágur: Jólakonsert kl. 15.00. Heri Joensen lestur teir 9 lestrarnar - Lucia gongd - Tvøroyrar Hornorkestur, Kirkjukórið Ljómur, eingin kirkjugongd kl. 11 Leirvík: kl. 12.00, Uni Næs. Børn í Leirvíkar skúla eru við í sambandi við 1000 ára haldið Sandvík: kl. 12.00, Ólavur Ramussen Tvøroyri: (útvarpað), Petur M. Rasmussen Kirkja: kl. 12.00, Hattarvík: kl. 17.00, Elsa Funding Ebenezer Sunnudagin kl. 10 Minnismáltíð Harrans, kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 17 gentukórið syngur uttanfyri, kl. 18 familjumøti, kl. 21 útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morgunmøti, kl. 18 evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17.00 landsbøn, í morgin kl. 16.00 jólaveitsla fyri øll. Mánadagin kl. 20.00 bønarskúlin. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 sunnudagsskúli, kl. 17 møti. Meinigheitshúsið í Havn Leygarkvøldið verður opið hús kl. 21. Eingin sunnudagsskúli sunnudagin, vegna barnajólagudstænastuna, sum verður í Havnar kirkju sunnudagin kl. 14. Gentur luttaka við Luciagongd. Sunnudagin kl. 14 familjuguðstænasta í Havnar kirkju við Sverra Steinhólm. Kl. 18 møti, Thomas Thomassen talar og >>Teir fýra<< syngja. Innsavnan til ytrimissión. Barnaansing er, meðan møtið er. Týskvøldið verður Takkar- og Bønarløta kl. 20.00. Lívsins Orð Sunnudagin kl. 10.30 møti við Dávid Bech. Frelsunarherurin í Tórshavn Sunnudagin kl. 11 møti, major Tjåland talar. Eingin sunnudagsskúli, kl. 18 syngja vit jólini inn. KFUM og KFUK í Havn Fríggjadagin kl. 20 í KFUM: Opið hús fyri ung. Rhema á Hálsi Leygarkvøldið verður einki ungdómsmøti. (Næsta ungdómsmøti verður aftan á nýggjár). Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli, Fríðtór Debes talar. Týskvøldið kl. 20 ungdómsbíbiltími. Morgunbøn mánadag til fríggjadag kl. 8.30-9.30. Øll eru vælkomin. Meinigheitin í Hoyvík Jólaveitslan verður leygarkvøldið kl. 19 í KFUM. Sunnudagin kl. 17.30 í Hoyvíkar skúla bøn og kl. 18 møti. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti hjá Maritu og Egin Hendriksen, Børkugøta 35. Øll eru vælkomin. >>Tíð til Gud<< verður í Pállstovu í Havn sunnukvøldið kl. 21. Evni hesaferð: Hitt profetiska Orðið. Høgni Johannesen og Jógvan Skýlindal skipa fyri. Kirkjan, Norðskála Sunnudagsskúli verður sunnudagin kl. 14.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Filadelfia, Sundalagið Einki møti verður sunnukvøldið vegna jólafest í Filadelfia í Havn kl. 16. Ørkin, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 17 í Arbeiðarafelagshúsinum Hæddini í Saltangará. Bíbliuskeiðrøðin yvir evni hin sanni lærisveinurin verður hildin í hølum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará. Møtiskeiðrøðin heldur áfram hvønn mánadag kl. 19. Stigtakari og bíbillærari er David Bech. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 opið hús, Y.W.A.M. team luttekur. Sunnudagin kl. 17 møti. Barnamøti kl. 17. Tú ert vælkomin í Kelduna. Bygdarhúsið í Tjørnuvík Evangeliskt møti í Bygdarhúsinum í Tjørnuvík leygarkvøldið kl. 20, Ejler Johannesen talar, sunnukvøldið kl. 19 møti við sangi og vitnisburði. Tórmund Hansen og fleiri luttaka Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18.30 lovsangur, kl. 19 møti. Innsavnan verður til húsið. Sands missiónshús Jólatræið verður tendrað við Missiónshúsið sunnudagin kl. 17, Manskórið syngur. Innsavnan verður til sunnudagsskúlan. Øll eru vælkomin. Missiónshúsið í Skálavík Jólahugni fyri tey vaksnu verður í Missiónshúsinum sunnukvøldið kl. 19. Øll eru vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við John Hammer og Johann Thomasen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 evangel. fundur. Mánadagin kl. 20 bønarfundur. Týsdagin kl. 20 ungdómsfundur. Ónsdagin kl. 20 uppbyggingarfundur. Sion, Vágur Morgunmøti verður sunnumorgunin kl. 11, sunnudagsskúli kl. 11.30. Á møtinum kl. 18 luttaka ung frá <>Færøernes statsretlige og folkeretlige status vil med andre ord være uendret, dvs. som vi kender dem i dag. Hvis den færøske befolkning på et tidspunkt i fremtiden træffer beslutning om at træde ud af riget, vil det således efter grundloven være nødvændigt med et samtykke fra regeringen og Folketinget på dette tidspunkt. Den ændring af hjemmestyreordningen, som der nu indledes forhandlinger om, vil naturligvis ikke kunne ændre herpå<< Sostatt ger danski forsætisráðharrin púra greitt, at samráðingarnar, sum partarnir nú fara undir, einki hava við Føroyskt fullveldi at gera. Fullveldi enn málið Tað hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa viðmerkingar frá løgmanni til brævið frá danska forsætisráðharranum. Men Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, staðfestir, at landsstýrið framvegis arbeiðir fram ímóti fullveldinum. Landsstýrið arbeiðir við at avrigga heimastýrislógina, soleiðis at vit innan fyri eitt ávíst áramál hava yvirtikið øll málsøki og kunnu atkvøða um at seta í gildi eina føroyska grundlóg fyri Føroyar, sigur Høgni Hoydal. John Johannessen - john@sosialurin.fo Seta met í brúdleypi Tá systrarnar Anja, Eyðhild og Heidi í dag verða vígdar í Vágs Kirkju, seta tær føroyskt met. Hetta er nevniliga fyrstu ferð í føroyskari søgu, at tríggjar systrar giftast samstundis Nógv stákan hevur seinastu dagarnar verið undir lonini hjá Eyðfinni og Ingibjørg Mørk vesturi við vatnið í Vági. Í dag skulu tríggjar av teimum fýra døtrunum hjá teimum giftast - samstundis. Anja, Eyðhild og Heidi eru ávikavist 35, 30 og 28 ár og eru vaksnar upp saman. Tær hava altíð verið tætt knýttar at hvørjari aðrari, og tí var tað fyri tær ein heit náttúrlig avgerð, tá tær gjørdu av at giftast samstundis og halda brúdleyp saman. Føroyskt met Síðani avgerðin um trífalda brúdleypið varð tikin, hava skyldfólk og vinir hjá brúðarpørunum kannað, um tað áður í nýggjari føroyskari søgu er hent, at tríggjar systrar eru giftar samstundis. Og tey eru komin til tað úrslit, at brúdleypið er føroyskt met. Eitt líknandi brúdleyp var í Vestmanna fyri nøkrum árum síðani. Men tá var talan um tvær systrar og ein beiggja, sum giftust samstundis. Eingin veit um, at tríggjar systrar áður eru giftar í senn í Føroyum. Heidi var fyrst Systrarnar hava fyrr ofta skemtað við, at tær fóru at giftast í felag. Men hetta kom aldri longur enn til skemt. Men fyri fimm mánaðum síðani kom Ande, sjeikurin hjá Heidi, við hugskotinum um, at tey skuldu giftast beint áðrenn jól. Og tá Eyðhild og Anja fingu hetta at vita, gjørdu systrarnar av, at tær allar skuldu giftast í felag. Allar tríggjar systrarnar hava leingi livað saman við monnunum, tær hvør í sínum lag skulu giftast við, og tí var skjótt at gera av, at tey nú skuldu taka seg saman og giftast. Pápin, Eyðfinn Mørk, er ikki bilsin um, at sytrarnar hava gjørt av at giftast í felag. Tær eru so samanrottaðar, at tær hava bíðað efir hvørjari aðrari, sigur Eyðfinn Mørk. Mørk sytrarnar eru fýra. Men tann yngsta, ið eitur Rini, hevur enn ikki funnið tann rætta, og tí bar ikki til at halda ferfalt brúdleyp. Vildu hava Hera Tá avgerðin um at giftast í felag endaliga var tikin, skuldu pørini í gongd við tað praktiska arbeiðið, ið fylgir við einum brúdleypi. Tað fyrsta, tey skuldu gera, var at finna ein prest, ið vildi víga tey. Um hetta mundið var prestaloysi í Vági. Men tað darvaði ikki teimum trimum pørunum. Tey vildu hava ein ávísan prest at gifta seg, og tí kom tað væl við, at eingin prestur var at venda sær til í Vági. Presturin skuldi vera Heri Joensen, fyrrverandi prestur í Vági. Tað ivaðust tey onga løtu í. Og hóast Heri Joensen hevur úr at gera í sínum starvi sum prestur í Havn, játtaði hann beinan vegin at vera við til gleðiligu hendingina, sum skuldi fara fram í Vágs Kirkju leygardagin 16. desember. Størsta dagin í lívinum hjá teimum øllum seks. Øll vilja hjálpa Hóast talan er um eitt ógvuliga stórt brúdleyp við 650 gestum, hevur tað verið leikandi lætt at fyrireika. Vit hava ikki so mikið sum bakað eina einastu kaku sjálvar. Øll ynskja at hjálpa at fyrireika brúdleypið, og vit hava fingið so nógva hjálp, at vit næstan eru slopnar undan at gera nakað sjálvar, siga systrarnar við ein munn. Tað sama siga ernu foreldrini. Tey eru ógvuliga fegin um stóru hjálpina. Eg eri vísur í, at hjálpin hongur saman við, at tær altíð eru fúsar at hjálpa øðrum, tá nakað hendir, sigur pápin, og mamman, Ingibjørg, tekur undir við honum. Brúdleypið skal standa í VB høllini vesturi á Eiðinum. Somuleiðis er ætlanin, at brúðarhús skal haldast í VB høllini sunnudagin. Fyri at halda stýr á teimum 650 gestunum, sum koma til borðhaldið í høllini, hava brúðarpørini gjørt av, at Togerð Suðuroy skal vera sokallaður toast master og stýra borðhaldinum. Átta syskin Anja, Eyðhild og Heidi eru tríggjar av átta syskjum. Tey eru fýra systrar og fýra beiggjar. Tá hesar tríggjar elstu systrarnar í dag skulu giftast burtur, sleppur pápin at leiða elstu dótturina, 35 ára gomlu Anju, upp eftir kirkjugólvinum. Eyðhild, sum er 30 ár, sleppur elsti beiggin, Jens, at geva burtur og Eyðhild, sum er 28 ár, sleppur næstelsti beiggin, Levi, at føra upp til altarið. Hetta verður ein stór løta fyri okkum, eru foreldrini, Eyðfinn og Ingibjørg, samd um. Tey eru ógvuliga errin av døtrunum, sum nú skulu giftast, og børnunum sum heild. Foreldrini hava havt eitt ordans knoss at ala upp hesi átta børnini í eini tíð, har barnagarður var nakað heilt óhugsandi í Vági. Tá elsta barnið varð føtt var Ingibjørg 18 ára gomul og Eyðfinn var 17. Nú verður Eyðfinn 55 ár Tollaksmessudag og Ingibjørg er 56, og enn hava tey ein son búgvandi heima. Eg eri væl nøgd við úrslitið, vit hava fingið burturúr børnunum. Tey hava øll verið góð at ala upp, og í dag eru tey øll komin væl fyri. Men sjálvsagt hevur tað verið eitt toyggj at hava átta børn, ásannar Ingibjørg. Meðan tey elstu børnini vóru smá sigldi Eyðfinn í Noreg og var sjálvdan heima. Eg minnist, at børnini kallaðu meg fyri maðurin, tá eg kom heim, greðir Eyðfinn frá. Men foreldrini eru væl nøgd og gleða seg til brúdleypið í dag. Eyðfinn viðgongur, at tað verður torført at halda seg aftur við at halda fleiri røður, tí hann ivast ikki í, at hann verður rørdur, og so dámar honum so væl at halda røður. Men eg skal ikki troytta gestirnar. So eg skal nokk klára at halda mær, sigur Eyðfinn læandi. Sjónvarpið við Tað verður ein stór løta, tá tær tríggjar systrarnar seinnapartin í dag leggja leiðina upp eftir reyða leyparanum fram til altarið í Vágs Kirkju, til teir tríggjar spentu mennirnar, Suna Poulsen, Tom Villy Magnussen og Andre Joensen meðan vakri sangurin frá Kirkjukórinum Ljómi ljómar í vakra hválvinum í stórfingnu og væl pyntaðu kirkjuni. Eisni onnur enn brúðarparið hava áhuga fyri forkunnuga brúdleypinum. Tað er eingin ivi um, at stóra kirkjan fer at verða stúgvandi full av fólki. Og tey, sum ikki eru stødd í Vági í dag, fáa eisini høvi at uppliva vígsluna. Sjónvarp Føroya fer nevniliga at taka vígsluna upp og senda hana einaferð seinni. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Ein veikur hátrýstryggur fer framvið Føroyum í vikuskiftinum. Eitt djúpt lágtrýst tekur seg upp yvir Atlantshavinum samstundis sum eitt hátrýst liggur yvir Skandinaviu. Lýggj luft rekur inn yvir Føroyar av suðri og landsynningi. Veðrið í dag: Sum frálíður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi við vátaslettingi. Út á dagin støkkur hann vesturum til vestan ella útnyrðing, minkandi niður í gul til stívt andøvsgul. Hitin millum 2 og 5 stig. Móti náttin klárviðrað og hitin niður móti frostmarkinum. Veðrið sunnudagin: At byrja við lítið lot av ymsum ættum, men út á dagin andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi. Skýggjað og turt. Hitin økist til umleið 5 stig. Veðrið mánadagin, týsdagin og mikudagin: Fyri tað mesta stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi. Skýggjað og fyri tað mesta turt. Hitin millum 5 og 8 stig. Í gjár: Ein veikur hátrýstryggur fer framvið Føroyum í vikuskiftinum. Í dag: Eitt djúpt lágtrýst tekur seg upp yvir Atlantshavinum samstundis sum eitt hátrýst liggur yvir Skandinaviu. Lýggj luft rekur inn yvir Føroyar av suðri og landsynningi. Jan Muller - jan@sosialurin.fo Útgerðarvirksemi í útjaðara Fá mál hava fingið so nógva umrøða og áhugin og spenningurin hevur neyvan verið so stórur um eitt ávíst mál sum um, hvar í Føroyum oljuútgerðarhavnin skal liggja Nú nærkast tíðini, at henda avgerð skal takast og tí hevur Henrik Old, tingmaður sett landsstýrismanninum í oljumálum skrivligan fyrispurning. Hann spyr, hvørji stig landsstýrismaðurin hevur tikið fyri at tryggja sær, at grein 3, stk 2. í løgtingslóg nr. 5 frá 8. februar 2000 um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni verður fylgt? Í viðmerkingunum vísir Henrik Old á umrøddu grein, sum sigur, at "tá landsstýrismaðurin veitir loyvi, skal hann leggja dent á, at leitingar- og framleiðsluvirksemi úr Føroyum, eisini fer fram í útjaðaranum." Henrik Old sigur, at nú er helst síðsta útkall, um hetta skal gerast veruleiki, tí nú eru oljufeløgini í holt við at innheinta tilboð uppá útgerðarstøðir, og sum skilst, er ætlanin hjá oljufeløgunum at ganga saman um eina útgerðarstøð. Tað var annars Javnaðarflokkurin, sum skjeyt upp, at leitingar- og framleiðsluvirksemi úr Føroyum, herundir m.a. við útgerðarstøðum, skal ganga úr Suðuroy. Tað uppskotið bleiv ikki samtykt, men afturfyri ein linari orðing. Jan Muller - jan@sosialurin.fo Útjaðarin skal vera við Oljufeløgini, sum hava fingið loyvi at leita eftir olju á landgrunninum, hava fleiri ferðir fingið greitt at vita frá Oljumálastýrinum og landsstýrismanninum í oljumálum, at útbjóðingarlógin krevur, at virksemi í sambandi við leiting og framleiðslu, eisini fer fram í útjaðaranum. Hetta sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður við Sosialin. Hann undirstrikar, at fyri at eingin ivi skal vera um hetta málið, er Oljumálastýrið í løtuni í ferð við at senda øllum loyvishavarunum bræv, har tað verður víst á umrøddu grein í útbjóðingarlógini. -Hetta gera vit fyri at eingin misskiljing skal vera. Tann politiski viljin er, at útjaðarin verður tikin við, og hetta hava feløgini fingið at vita sigur Eyðun Elttør. Hann vísir á, at hetta er ikki nakað, sum kemur knappliga fram ella sum nú kemur sum nakað yvirraskilsi. Fær Eyðun Elttør ikki ein stóran trupulleika, um oljufeløgini velja at brúka eina havn í miðsteðarøkinum til alt sítt útgerðarvirksemi? Eg havi ongan trupulleika. Tá hava oljufeløgini ein trupulleika. Tað er álagt mær við lóg, at virksemi skal eisini vera í útjaðaranum. So tey fáa málið aftur í høvdið? Tað fáa tey, tí tey mugu lúka nakrar treytir. Men setir tú teg í teirra stað, hvussu sær tú, at tey kunnu hava útgerðarhavnina í miðsteðarøkinum og leggja ein part av virkseminum í útjaðaranum? Lat okkum nú fáa at síggja, hvat feløgini koma við. Men eg ivist onga løtu í, at feløgini koma við einum konsepti, har útjaðarin er tikin við, tí hetta er tað, sum teimum er álagt. Hví brúka orðið útjaðarin? Hví ikki kalla ein spaka fyri ein skapa og siga, at vit her tosa um Suðuroynna? Hatta segði tú! Men hevði tað ikki verið lættari hjá landsstýrismanninum, um tilboðið at leggja útgerðarhavn í Suðuroy var tað besta, tí tá slapst tú undan eini millumloysn? Til tað sigur Eyðun Elttør, at um slíkt uppskot veruliga var tað besta og tað varð lagt fyri seg, so hevði hann sjálvandi góðtikið tað. Hann dugir heldur ikki at síggja nakað galið í, at virksemið endar í Suðuroynni og vil enn einaferð sláa fast, at hann alla tíðina hevur fylgt lógini og ikki hevur krógvað nakað. Brævið, sum nú fer út til feløgini, er eitt prógv um tað sama. Tí har fáa feløgini enn einaferð at vita, hvat útbjóðingarlógin sigur. Minningarorð um Niclas Davidsen á Skúr f. 19. juni 1974 - d. 25. nov. 2000 Saknið tungan harmin vekur, at so dátt vit mistu teg, Harrin gevur, Harrin tekur, ei vit skilja Harrans veg; ei á foldum finnist tann, lívsins gátu grunda kann: Best sum sólin fagrast skínur, deyðin inn um dyrnar trínur. 1974 var eitt gott ár í Nólsoy, ikki kann sigast annað enn, at bygdalívið blómaði. Nógv børn vóru fødd hetta árið. Á hásumri vart tú borin í heim, bygdin gleddist saman við foreldrum tínum. 7 ár seinni, í 1981, fóru vit fyri fyrstu ferð í skúla - flokkurin var stórur, heili 10 børn. Øll høvdu fingið nýggjar heimabundnar troyggjur og nýggja skúlatasku. Vit vóru øll spent, hvat mundi henda nýggja verðin fara at bjóða? Vit vistu ikki, at hesin dagur var grundarlagið undir sterkum vinarlagi og samanhaldi. Skjótt funnu vit útav, at henda verðin veruliga hevði nógv at bjóða, vit gjørdust øll sera góð vinfólk og høvdu nógvar góðar upplivingar saman. 24. apríl 1988 fóru vit í kirkju. Vit skuldu konfirmerast. Seks flottir, brúnir leðurjakkar hingu í forkirkjuni, og kirkjufólkið vildi vera við, at tað ikki bara vóru genturnar, sum vóru fínar, men dreingirnir vóru eisini sera flottir í grønum sloyfum. Tíðin eftir konfirmatiónina var serlig fyri okkum. Vit vitjaðu hvønn annan til "konfirmatiónsball" og høvdu tað, sum vera man, stuttligt. Men nakrar mánaðar frammi í tíðini lá nakað og lúrdi - vit skuldu øll til Havnar at ganga í skúla. Hesin tanki var bæði ræðandi og ikki minst spennandi. Tey sjey skúlaárini í Nólsoy endaðu við einum túri í Hetlandi, sum fer at standa prentaður í minnum okkara í allar ævir. Eftir lokna skúlagongd í Havn fóru vit hvør í sína ætt. Onkur fór av landinum, onnur víðari í skúla og onnur at arbeiða. Men floksfelagarnir vóru altíð, av og á, í huganum. Vit hittust eisini av og á at minnast gamlar dagar, og vit høvdu nógv at minnast aftur á - bæði gott og ringt. Tað gekst okkum væl, hóast tað var ymiskt hvat vit tókust við, øll kláraðu seg væl. Onkur enntá so væl, at eitt barn spurdist burturúr. Tú vart tann fyrsti í flokkinum, sum fekk eitt barn, løgið, hugsaðu vit. Kundi tú ikki havt bíða eitt sindur? Nú vita vit, at tað var gott, at tú ikki bíðaði. Nú eru vit í ár 2000, 26 ár seinni. Hetta er so sanniliga eitt syrgiligt ár fyri okkum. Tvær ferðir hava vit hitst í ár. Báðar ferðirnar at skriva minningarorð um ein floksfelaga, sum ikki er millum okkum longur. Hvussu kann tað bera til? Niclas, tú vart eygnasteinur hjá foreldrum tínum. Tú spreiddi altíð gleði har tú vart, altíð klárur við eini stuttligari viðmerking. Vit hava tíbetur nógv minnir um teg, sum vit vilja goyma í hjørtum okkara. Vit hugsa nógv um tykkum, sum stóðu Niclasi so nær. Serliga Mariannu, Marnar og Dianu. Eisini lítlu Erlu, sum ikki fekk møguleikan at læra pápa sín at kenna. Vit vita, at tit fara at hava eina svára tíð fyri framman, má Harrin styrkja tykkum í sorg tykkara. Árgangur '74 í Nólsoy ODDAGREIN: Tað lovar ikki gott Hvørt mansbarn á fold mann hava hoyrt um Buch og Gore, nú flest allir heimsins fjølmiðlar dag um dag hava borið tíðindi fram um amerikonsku forsetavalevnini. Eftir óvissu um úrslitið av valinum fall nú endaliga avgerðin í Hægstarætti, sum hevur við sær, at Buch verður næsti forseti USA. Við sjálvt valið í statinum Florida stóð nærum á jøvnum millum Gore og Bush. Hóast republikanska yvirvøldin har útpeikaði Bush til vinnara, so kundu demokratarnir ikki góðtaka hetta m. a. vísandi til, at maskinurnar megnaðu ikki at telja rætt. Kravt varð tí, at upptalt varð av nýggjum við hond. Endin varð, at ein onnur republikansk yvirvøld, hesaferð dómarar í Hægstarætti vístu aftur kravinum um at telja av nýggjum við hond. Harvið fekk Bush sigurskransin, og ein vónsvikin Al Gore mátti taka til eftirtektar avgerðina hjá Hægstarætti, tó at hann segði seg vera ósamdan. Tíðin fer at vísa, um nakað hald hevur verið í skuldsetingunum hjá demokratunum móti uppteljingini í Florida. Í næstum fáa fjølmiðlar og onnur, sum ynskja tað, fult innlit í atkvøðurnar, soleiðis, at tær kunnu teljast umaftur við hond. Hóast tað ikki flytur nakran forseta, so kann tað gerast ein psykologiskur thrillari av aðrari verð: at ein forseti fyrst verður tikin í eið fyri harnæst at kunna verða skýrdur sum taparin. Tað verður ein svartur dagur í amerikanskari søgu tá og um ein heilt nýggj uppteljing og uppgerð við allar atkvøðurnar verður gjøgnumførd. Hinvegin er vanlukkan longu hend, nú mong meta, at avgerðin hjá einum dómstóli, sum hevur meirilutan av republikanarum aftan fyri seg, er meira politisk enn løgfrøðilig. Eftirtíðin fer uttan iva at finna fram til, hvat veruliga fór fram til valið í Florida, har bróður Bush hevur valdið. Ein skal helst vera varin við ikki at gera ov skjótar niðurstøður. Men nógv bendir á, at við Bush sum forseta og við tí heri av fyrrv. hernaðarpersónum hann fer at hava rundan um seg við ovala borðið í Hvítu Húsunum, fer heimurin at vera ótryggari at búgva í. Vit kunnu ímynda okkum, hvussu tann veiki, óroyndi og lítið upplýsti Bush fer at klára torførar støður, ið kunnu taka seg upp her ikki minst í 3. heiminum, nú hann verður umgirdur av fyrrverandi hermonnum sum ráðgevum! Vit kunnu eisini seta spurnartekin við, hvussu støðan fer at blíva á sosiala økinum í USA, nú ein høgravendur Bush helst fer at skerja henda sektorin. Ella á kriminella økinum, tá allar forðingar fyri at hava vápn uppi í sær verða tiknar burt. Ella tá stórar upphæddir verða brúktar til rakettverjuskipanina. Ella tá mannarættindafelagsskapir fara at strongja á at fáa avtikið deyðarevsing osfr. Bush letst vilja søkja móti miðjuni, men veruleikin er, at hann og hansara stuðlar í nógvum eru at meta sum høgraheykar. Tað lovar ikki gott fyri hvørki USA ella umheimin. Sosialurin Jákup Mørk Seinasta leikumfar fyri jól Hetta vikuskiftið verða seinastu dystirnir í flogbóltskappingini fyri jól. Bara meistaradeildin spælir hetta vikuskiftið, hinar deildirnar eru longu farnar í jólafrí. Hetta vikuskiftið verða seinastu dystirnir í flogbóltskappingini fyri jól. Bara meistaradeildin spælir hetta vikuskiftið, hinar deildirnar eru longu farnar í jólafrí. Flogbóltur tíðindaskriv Meistaradeild menn Dystirnir eru hesir: Leygardagur 16. des. Kambsdalur ÍF-Fram kl. 15.00 Leygardagur 16. des. Gundadalshøllin Fleyr-Mjølnir kl. 15.00 Sera spennandi leikumfar hetta vikuskiftið. Á Kambsdali skulu ÍF og Fram royna at fylgja við Mjølni. Hjá báðum hesum liðunum er av alstórum týdningi at vinna. Fram er á veg úr aldudalinum eftir at hava tapt tríggjar dystir á rað vunnu teir endiliga aftur seinasa dyst. ÍF hevur tapt tveir teir seinastu dystirnar, so bæði liðini eru eitt sindur viðbrekin. Fyrri dysturin millum hesi liðini var í Havn, og tá vann ÍF 3- 1. Oddaliðið Mjølnir skal í Havn royna at tryggja oddastøðuna. Tað kunnu teir gera, vinna teir á Fleyr. Mjølnir er 4 stig fammanfyri hini liðini, sum er, men Fleyr er um at finna spælið, sum gjørdi teir til føroyameistarar seinasta kappingarár, fram aftur. Seinast var tað ÍF, sum fekk at føla, at Fleyr vil vera við í oddastríðnum aftur í ár, og tað kann meira enn so henda, at Mjølnir eisini fær tað trupult í Gundadalshøllini leygardagin. Fleyr er í tí støðu, at dysturin skal vinnast, um gloppið upp til Mjølnir ikki skal gerast ov stórt. Mjølnir kann tapa og framvegis vera oddalið, men sigurin er tó eisini sera týdningarmikil hjá teimum. Meistaradeild kvinnur Dystirnir eru hesir Leygardagur 16. des. Kambsdalur ÍF-TB kl. 13.00 Leygardagur 16. des. Gundadalshøllin Fleyr-Mjølnir kl. 13.00 Í stríðnum um 3. plássið skulu ÍF og TB dystast á Kambsdali leygardagin. Kappingin hjá kvinnunum er farin í tvey, tí Dráttur og Mjølnir hava lagt seg nakað fram um hini liðini. Henda dystin er torført at meta um, tí bæði liðini spæla ógvuliga ójavnt. ÍF hevur seinastu dystirnar ikki megnað at spælt nakað serligt, men hjá TB var stórspælið frammi ímóti Drátti seinasta dyst. Tað rakk tó ikki til sigur, men TB tykist at vera betur fyri sum er. ÍF hevur fyrimunin av heimavølli, og tað kann gerast munurin, tí TB hevur trupulleikar á útivølli. Fleyr fær aftur hetta umfarið møguleikan at arga annað toppliðið. Hesaferð er tað Mjølnir, sum í klassikaranum skal til Havar at spæla. Fleyr og Mjølnir eru einastu liðini, sum hava vunnið meistardeildina, og dystir millum hesi liðini eru altíð nakað serligt. Mjølnir hevur seinastu árini staðið seg betur enn Fleyr, men hóast tað hevur Fleyr altíð av og á megnað at vunnið onkran dysti á Mjølni. Um tað eydnast hesaferð er ivasamt, tí Mjølnir spælir trygt og væl. Fleyr kann eisini spæla væl, men sum skilliga sást í dystinum ímóti Drátti seinasta sunnudag, so megnar Fleyr ikki rættiliga at fylgja við, tá ið mest umræður. Mjølnir er tí greiður favorittur til henda dystin. Jákup Mørk VÍF heldur fram VÍF-Tjaldur 38-22 (17-12) Hondbóltur Jákup Mørk Stigamissurin fyri Kyndli tykist ikki nerta við sjálvsálitið hjá vestmenningum, sum hóskvøldið trumlaðu Tjaldur til viks Ein dystur varð leiktur í bestu mansdeildini hóskvøldið, tá Tjaldur vitjaði oddaliðið í Vestmanna. Einki er at ivast í, at heimaáskoðararnir væntaðu ein sigur av liðnum, og menninir á vøllinum lótu ikki nakað vónbrot frá sær í so máta. Avgjørdu alt fyri eitt Vestmenningar løgdu beinan vegin harðliga fyri, og vunnu sær skjótt eina hampuliga leiðslu, og so kom Tjaldur í roynd og veru ongantíð nærri nøkrum stigi. Tá munurin var minstur, var talan um trý mál, og eftir at VÍF byrjaði seinna hálvleik við at skjóta seks á rað, var leyst og liðugt. VÍF hevði tá 23 mál, og somikið nógv fekk Tjaldur ikki tilsamans í dystinum. Við sigrinum hildu vestmenningar fast um, at javnleikur móti Kyndli var at kalla ókeypis, soleiðis at teir, tá stigini eru hálvbýtt, kunnu fara í vetrarfrí við fullum stigatali. Dysturin í tølum: Málskjúttar: VÍF: Áki Olsen 9(2), Ingi Olsen 6, Sámal Joensen 5, Johnny Joensen 5, Sjúrður Holm 4, Agnar Joensen 3, Martin Hummeland 3, Petur Fr. Joensen 2, Eli Müller 1 Tjaldur: Jens Martin Knudsen 6(2), Zoran Sarcevic 6(4), Mortan Hansen 3, Sveinur í Heiðunum 2, Arnfinn Langgaard 2, Dánial H. Kjærbo 1 Brotskøst: VÍF 3, Tjaldur 7 Útvísingar: VÍF 6, Tjaldur 7 Diskvalifikatiónir: Tjaldur 1 (3x2 minuttir) Dómarar úr H71: Petur S. Dahl og Kristian Martin Skála Jákup Mørk Oddurin hjá kvinnuni fer í tvíningar Hondbóltur Jákup Mørk Seinasta umfarið undan jólasteðginum verður leikt um vikuskiftið, og skulu til samans seks dystir avgreiðast. Teirra millum er oddabrakið hjá kvinnunum Meðan menninir við hesum dystum enda sítt grundspæl, verða kvinnurnar ikki lidnar við grundspælið fyrr enn í januar mánaði. Hetta tí kvinnurnar vegna landsdystirnar móti Svøríki ikki hava havt møguleika at avgreiða eins nógvar dystir. Toppdystur í Vestmanna Uttan iva tykist mest áhugaverdi dysturin hjá kvinnunum hetta vikuskiftið at verða í Vestmanna, har tey bæði oddaliðini, VÍF og Stjørnan bresta saman. Undantikið sínámillum javnleikin í Klaksvík, hava bæði liðini vunnið allar sínar dystir, og í summum førum hevur munurin í dystunum verið nærum ræðandi. Hóast FM-heitið ikki stendur og fellur við hesum eina dystinum, so er lítið at ivast í, at vinnarin av dystinum samstundis verður liðið, sum fer við flest stigum í endaspælið. Hetta hóast Stjørnan eisini í seinasta dystinum í grundspælinum hevur ein sera truplan dyst í Vági. Umframt toppdystin í Vestmana, eru eisini tveir aðrir dystir á skránni um vikuskiftið. Á Giljanesi tekur Sóljan móti Neistanum, og í Runavík kemur Kyndil á vitjan hjá Tjaldri. Útiliðini mugu metast sum favorittar í hesum dystum, og skulu tey framhaldandi royna at renna eftir VB, er heldur einki at ivast í, at tað er neyðugt við stigum í hesum dystum. Kyndil má stríðast Hjá monnum er aftur hesu ferð talan um eina lokaluppgerð, og aftur er Neistin annar parturin í hesari. Lokaluppgerðirnar í høvuðsstaðnum gerast alsamt fleiri í tali, og hesu ferð er tað móti H71, at Neistin skal royna seg. Fyrra dystin liðanna millum vunnu hoyvíkingar, og skulu teir gera álvara av ætlanunum um at enda í ovaru hálvu, er helst neyðugt við einum sigri í hesum dystinum. Úrtøkan hjá hoyvíkingum hevur tó ikki verið hin besta seinastu dystirnar, meðan Neistin, hóast tapið fyri Kyndli, sær út til at hava fingið glið á. Undir øllum umstøðum eru útlitini fyri einum spennandi dysti í høllini á Hálsi sunnudagin. Hitt havnarliðið, Kyndil, fer til Runavíkar at royna seg, og teir mugu greitt tola at verða róptir favorittar í hesum dystinum. Nøkur løtt uppgáva fer tað tó ikki at vera talan um hjá teimum. Tjaldur hevur togað seg upp eftir í mun til í fjør, og saman við framgongdini, eru áskoðararnir eisini farnir at fjølgast í høllini, so einki er at ivast í, at Kyndil má stríðast fyri sigrinum. Seinasti dysturin á kappingarskipanini fyri jól er lokaluppgerðin í Vestmanna, har kollfirðingar koma á vitjan. Hetta verður samstundis seinasti dystur hjá kollfirðingum undan samanleggingini, og møguliga kann hetta hava sálarligan týdning hjá teimum. Um hetta er nóg mikið til at gera nakað við vestmenningar er tó sera iva-samt. Eftir javnleikin móti Kyndli er líkt til, at VÍF aftur hevur funnið fóta-festið, og vinna teir dystin sunnudagin, er talan hóast alt um fult stigatal fyri endaspælið, og tað man nú ikki vera so galið, sum tey siga í Kollafirði. Meistarin áttati FØÐINGARDAGSHEILSAN. Mánadagin fyllir nýskaparin og uppreistrarmaðurin í føroyskari list - Ingálvur av Reyni - áttati ár. Framsýningin, sum enn er at síggja í Listaskálanum, er óivað ein tann besta og sterkasta framsýningin, sum nakar einstakur føroyskur listamaður hevur havt Jóhann Mortensen At trína inn í Listaskálan leygardagin tann 25. November var sum at koma inn í eina framsýningarhøli í útlondum við altjóða list. Framsýningin bar ikki dám av, at hesin skálin liggur fjart úti í Norðurhøvum. Heldur ikki bóru listarverkini dám av, at listarmaðurin stundar ímóti teimum áttati. Men mánadagin fyllir nýskaparin og uppreistrarmaðurin í føroyskari list - Ingálvur av Reyni - áttati ár. Framsýningin, sum enn er at síggja í Listaskálanum, er óivað ein tann besta og sterkasta framsýningin, sum nakar einstakur føroyskur listamaður hevur havt. Ingálvur stendur á listarliga tindinum. Hevur gingið gjøgnum líðir, skursl og hamrar. Í toku og sól. Og nú - sólin er við at koma vestur um - skoðar hann í kring og letur hugin reika. Hugflogið hevur ikki verið størri enn tað sama. Tað vísa verkini á hvítu bróstunum, og heitini á málningum og vatnlitsmyndum siga tað eisini. Allar myndirnar bera dám av dýpd í innihaldi. Harafturat hevur tann stóra fjøldin góðtikið list hansara. Tað sóu vit henda seinrapartin, tá dyrnar lótu upp. Fólk tustu inn. Fleiri enn á eini ólavsøkuframsýning. Vit skulu ikki so nógv ár aftur í tíðina, tá vit hoyrdu fólk spyrja, - Hví málar Ingálvur ikki sum fyrr - sum í hálvttrýssunum? Tá hús vóru hús, og fjøll vóru fjøll. Og tá fólk vóru fólk. Men nú kunnu vit kunnu uttan at ivast siga, at hann av álvara hevur fingið fólksins viðurkenning. Gott var, at hann slepti tí meiri stílfulla og naturalistiska málninginum. Hevði Ingálvur verið ein so spennandi og so høgt mettur listarmaður, um hann framvegis málaði myndir av Tinganesi, Niels Finsensgøtu ella Porkeri, sum vit øll kendu aftur? Neyvan. Tá tað er sagt, skal eisini sigast, at tað er ikki so lættgongt inn listaverð Ingálvs. Nógv torgaðu slettis ikki inn í henda heimin, tí har eru bæði stíggir og skorðar at fara um, men nú koma alt fleiri inn í hetta listarliga bjargalendið. Har síggja vit stór listarlig virði. Og vit finna eina javnvág, sum er so týðandi í okkara ferðmiklu tíð. Gondin í listini hjá Ingálvi vísir, at hann hevur verið djarvur og nýskapandi. Hann var ein tann fyrsti føroyski listamálarin, sum abstraheraði frá tí meiri naturalistiska málninginum, hóast motivini framvegis hómaðust. Og tað var ikki lætt hjá einum leitandi listamanni í teimum kørgu fimmti- og sekstiárunum, tá nærum eingin hevði møguleika at ogna sær ein málning. Men hann hevði ta neyðugu styrkina og dirvið. Var íblásturin ikki nóg stórur her í oyggjunum, gekk leiðin í onnur lond. Helst til høvuðsstað listarinnar, París. Har kundi hann síggja verk hjá listarligu skyldmonnunum frá aldarskiftinum, Braque ella Cézanne. Og hagar gongur leiðin enn. Málningalistin hjá Ingálvi er høgt í metum í øllum Norðurlondum. Men teknilistin stendur ikki aftanfyri. Hann er millum teir allar fresmtu teknararnar, men hesin parturin av list Ingálvs er neyvan so kendur uttan fyri landoddarnar. Tíverri. Bæði tann fría og einfalda strikan frá teimum seinru árunum og tær meira føstu tekningarnar frá fimti- og sekstiárunum skara framúr. Fólkalýsingarnar og andlitsmyndirnar. Ella tak tekningarnar í bókini Tann Deiliga Havn! Teknaði hann seg ikki við hesum tekningunum úr gomlu Havnini inn í hjørtuni á okkum havnarfólkum? Hvør er so hesin listamaðurin, hesin erligi listamaðurin? Sum, um tað at mála hevur sagt, at tú mást vera sannur. Og sum sigur, at tú mást hava upplivað tað, tú ger. Jú, hann er havnarmaður. Føddur og uppvaksin í Havnini, og tíðum møta vit listamanninum av Ingutrøð í Havnargøtum. Til gongu. Heilsar fryntligur, lyftir kollinum á. Til vinstru og høgru. Fer víðari, og prátar kanska við tann næsta, hann møtir. Soleiðis síggja vit hann og soleiðis kenna vit hann. Vinsælur og fyrikomandi. Lítillátin og sjálvatfinningarsamur. Ja, tað hevur helst verið treytin fyri at koma á tindin. - Men hvussu kann hesin spakføri maðurin taka seg upp sum eitt listarligt óløgi í litum og strikum, henda- og handaveg, í reyðum, gráum og svørtum? Ella leggja seg aftur í friðsælum gráum, gulum og grønum støðuhyljum. Ein gáta. Góði Ingálvur! Vit eru mong, sum tú hevur hugtikið og sum tú hugtekur. Sum hava havt spennandi løtur, tá vit eru farin á ferð í listaverð tína. Hava leitað og funnið. Ella kanska ikki funnið, men eru vend aftur. Og venda aftur fyri at njóta hesi verk, hesar kompositiónir og litir. Á framsýningum, á stovnum ella í bókum. Heilgjørt og orginalt. Ja, eisini framsýningarskráirnar eru orginalar. Vit gleðast um tað, tú skapar, tí hugskygdar skapanargávur eigur tú. Hjartaliga tillukku! Kongaríkið í Bábýlon Nú stundar til jóla - handlarnir eru stúgvandi fullir av vørum, sýnisgluggarnir lokka við alskyns marglæti - tað er bert at velja og vraka. Ása undir Kletti Her eru øll tey røttu "merkini" - In Wear, Bitte, Kello Vero Moda, ja, alt, tú kanst hugsa tær - ella eg kann hugsa mær.Tími kortini ikki ordiliga at keypa nakað. Gangi bara runt og "osi". Hvat er tað, sum ger, at eygu míni dragast hagar "Brio" og Fisher Price skeltini eru? Hvussu ber tað til at eg, sum havi havt rættiliga góðan hug at keypt mær eitthvørt nýtt til jóla, nú gangi framvið alt hetta og stýri beina kós yvir til "Baby" deildina? Hví eru BR og Daddan knappliga so lokkandi? Hugurin snýr seg um juniordýnur, juniorseingjarsett, ja alt, har tú kanst seta tað magiska orðið "Junior" frammanfyri. Mystiskt. Lancome, Estee Lauder og Rimmel eru ikki longur spennandi. Nei, Natusan og Boots, Huggies, Pampers, Libero Medium, light ella ultra light (haldi eg) við sooooo nógvum súgvievni, tað er áhugavert og verður viðgjørt í størsta álvara og á hægsta stigi! Hetta er so torskild og fløkjaslig ein verð, at tørvur er á einum blæukoyrikorti! Eg má fara at tosa við mína vinkonu úti á Handilsskúlanum - hon má skipa fyri einari skeiðsrøð í stundini. Nógvar spennandi bøkur eru komnar á marknaðin í ár. Kirsten Thorup hevur skrivað skaldsøguna "Bonsai" - eg havi lisið á alnetinum, at hon er við í kappingini um bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins í 2001. Hon er ein gløgg kona. Og hon er í góðum selskapi. Oddvør Johansen er eisini har. Sig so tað! Hanne Vibeke Holst, hon, tit vita við "Min Mosters Migræne" og Therese Skårup trilogiini, er altíð verd at lesa, Bergtóra við "suðinum", Kazuo Ishiguro, hann sum skrivaði "Remains of the day", hevur í ár skrivað eina sera spennandi detektivroman, sigst. Hetta er alt sera sera gott og áhugavert, men hvat kemur hetta mær við, hvat leggi eg í tað? Bøkurnar, sum "allar bevístar (úti)arbeiðandi konur eiga at lesa" eru onkursvegna skúgvaðar eitt vet til viks. Tær eru ikki longur eitt "must" hjá mær. So einfalt er tað! Okkurt annað og nógv meiri týðandi mál er á skránni: Hevur Bókasølan í SMS barnarímurnar hjá Hans Andriasi á goymslu! Kári sær, at her er spinnandi galið, her má okkurt gerast beinanvegin - konan er desperat. Hann vissar meg um, at hon fæst - er júst prentað uppaftur, og eg kann aftur anda frítt. Meðan er var inni á netinum fann eg - kanska av tilvild? - eina fantastiska heimasíðu, "Bjørnegrotten".Hetta var rættur fongur - har kundi eg ordiliga dusa mær. Aktivitetssentur, (ja, nú eitur tað ikki grulvigarður longur) og pedagogisk leika í øllum prísløgum. Á, tað var ein sonn frøði fyri eygað. Eg gjørdist heilt býtt av øllum hesum. Ranglur, bítiringar, "aktivitetsslangur" (tað eitur tað) og froskur, sum blunkar, trýstir tú hann á búkin. Kongaríkið í Babylon, Abbi tín er ríkur , Lítli beiggi - eg murri rímurnar frá morgni til myrkurs. Løgið - sjálvir Mendelsson Bartholdy, Palestrina og okkara egni Sunnleif má víkja fyri barnarímunum hjá Hans Andriasi og Kulum Rótum. Eg má læra meg onkrar nýggjar rímur uttanat hetta til jóla! Lesi bløðini dagliga - eyguni skimma síðurnar, aftur okkurt um fullveldi og onkur hissini tíðindi frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Ikki keðiligt. Í Ameriku klandrast tey um, hvør skal ráða tey næstu fýra árini. Bla, bla, bla...... Síggi, at Sosialurin hevur uppskrift frá Okkara kokkum við í blaðnum, men, hygga síggj, ein onnur uppskrift er eisini: Bindiuppskriftin hesa vikuna: Hetta er vorðið sum - eyguni flyta seg sum magnetar yvir á tekstin: "Genser, lue og votter 6-9 mdr." Soleiðis ljóða tey lokkandi orðini frá Gjestal í Norra! Hvat skal eg við tíðindum um kríggj og armóð, klandur og stríð, Annfinn og Jóannes, tá eg, enntá á høgru síðu í Sosialinum, kann hugna mær við einari bindiuppskrift! Tit hava uttan iva longu gitt hvat hendi í 2000! Eg eri blivin omma! Gleðilig jól. Ása Størsta mentunaruppliving í 2000: Deja Vu - í Skúvoynni Petur Rouch Í summar varð eg boðin við til eina útferð út í Skúvoynna sum viðhang hjá konuni. Ein av mongu smáu felagsskapunum, vit hava her á landi, hevði fingið tað frálíka hugskot at halda aðalfundin á útoyggj ein sunnudag í juni, so her var lag á manni at skifta til Adidas skógvar, fara í Puma-draktina og pannuband, og drøna avstað í Eskortinum til Gomlurætt. Tað galt um at fáa tað yvirstaðið sum skjótast. Fyrsti skelkurin var ávegis til Sands. Bussførarin , sum annars hevði verið óvanliga prátingarsamur og seinførur eftir míni meting, STEÐGAÐI bussinum við Gróthúsvatn og fór undir at fortelja okkum søgur um Kálv-lítla... Men umsíðir komu vit út í Skúvoynna. Eg hevði eina ferð fyrr verið í Skúvoynni. Verið er kanska so í nógv sagt, steig fótin á land ein kaldan desemberdag í 1964 - so var tann oyggin ikki eftir at vitja. Men tá var talan um ein annan meg - í posatroyggju, grønari ulpu við hettu, pulshosum og gummistivlum, klæddur eftir umstøðunum. Vit ganga niðan trappurnar, har lundarnir báðu megin undrandi skoða hesa innrásina úr Havn, koma niðaná og eru í bygdini. Og eg kenni tað eins og eg detti niður í ein tíðarlumma - niður í eitt bygdarlag, sum eg havi gloymt var til. Vit hava ferðaleiðara úr oynni, sum tíðindafróður greiður okkum frá bygdini, hann vantar, at tað fer at klára upp út á seinnapartin. Vit fara í kirkju og ein stillur friður kemur omanyvir meg - kenni knappliga henda seigliga gráhærda deknin aftur - minnist hann sum ein kimiligan dimmhærdan ungling. Aja, tíðin gongur alla tíðina, sum onkur segði, men hví skunda undir hana? Vit hava biðið um døgverða, og vertindan hevur gjørt til í skúlanum. Og hetta er døgverði við lít. Stokt oksakjøt við garnering, við hvítum eplum og svartari tjúkkari sós og súltutoyi. Omaná rabarbugreytur við mjólk og at enda kaffi og heimabakaðar kakur. Ikki eitt kinakál ella broccoli í eygsjón á borðinum. Aftaná døgverðan fara vit ein túr við ferðaleiðaranum til Fagradals. Og her hoyri eg setningar, eg trúði vóru útdeyðir. "Ansi tykkum fyri kjógvanum, hann kann vera í so naskur". "Her átti tvey tjaldurspør í fjør", og hann peikar . "Pápi plagdi at siga....". Og tað verður sum hann segði, tað kláraði upp, og eg helt at Fagridalur var tann fagrastu dalur, eg nakrantíð havi sæð. Tá vit um kvøldið fara umborð á Silju, sum skal føra okkum aftur til Havnar, eru fleiri av bygdafólkunum, sum standa og veittra farvæl til okkara. Men áðrenn kósin verður sett til Havnar fer Palli ein túr við okkum rundan um alla Skúvoynna, hann siglir tætt inni við fuglabjørgini, og eg kenni, at tey draga meg inn til sín, kenni meg minka burtur í onki og vera eitt við hesa veldugu náttúru. Vit eru komnir runt oynna, Palli setur ferðaleiðaran av, setur kós norðureftir og spidar upp - norður til Havnar og til eina heilt aðara mentan. Petur Størsta mentanarhendingin í 2000: Danmark á føroyska tjóðarvøllinum Uni Arge Ein tann størsta mentanarliga hendingin í farna ári var, tá føroyskir og danskir fótbóltsspælarar hittust á nýggja vígvøllinum í Gundadali at avgera, hvør er sterkastur í ríkinum. Hin nýútnevndi oddamaðurin fyri tí danska liðnum, Mortan Olsen, hevði boðað frá, at hann væntaði sær ikki nakran lættan dyst ímóti troppunum hjá vinmanninum, Allani Simonsen, og tað fekk hann heldur ikki. Fleiri enn 6.000 spentir føroyingar møttu upp at vita, um sensatiónin skuldi koma í hús, og teir sóu eitt føroyskt lið, sum legði í vaðið við góðum treysti. Danska liðið fekk ikki sítt spæl at ganga, og mangan stóð so nógv á donsku spælarunum, at teir kendu seg kroystar. Ikki minst tá hornaspørkini fuku um oyruni á Schmeichel, og væl gøddu føroysku bularnir royndu at stúta knøttin í netið. Ivasamt er framvegis, hvussu nógv yvirhøvur sóu dystin, tí mjørkin var nógvur, meðan slagið stóð. Men vit, sum runnu inni á vøllinum, høvdu eina deiliga løtu. Danska liðið var ikki so øgiligt, sum fleiri høvdu roknað við, og ið hvussu er tvær ferðir bjargaðu danir á strikuni. Eftir dystin vóru fólk glað. Tit vóru betri í fyrra hálvleiki og skuldu verið á odda í hálvleikinum, søgdu tey. Endin varð, at reyði herurin vann 2-0, og tá málini vóru komin, fór luftin líkasum úr føroyska liðnum. Tað var eitt sindur spell, tí vit høvdu orku til at halda fram allan dystin. Tað prógvaðu vit stutt seinni ímóti Slovenia, men vit fingu so øll tað burtur úr dystinum, at føroyski tjóðarvøllurin fekk sítt gjøgnumbrot. Stóra tøkk til danska fótbóltssambandið fyri tað. Danir skulu eisini eiga tøkk fyri, at teir vildu spæla ímóti okkum, tí í heimastýrislógini stendur jú onki um, at vit hava loyvi til at spæla fótbólt sum sjálvstøðugt land. Á ein hátt fingu vit tí eisini stóra viðurkenning frá dønum hendan dagin, og tað vísir bara, at mentanarliga ber tjóðunum báðum væl til at samstarva, hóast politisku stríðsspurningarnir enn ikki eru avgreiddir. Uni Klaksvík kallar UMMÆLI. Mangt bendir á, at listarligi ásurin í ár hevur flutt seg úr meginøkinum norður til Klaksvíkar. Í hvussu er á rútmiska fløgumarknaðinunum. Meðan tónleikur og ljóð eru framúr, tykist minni verða gjørt burturúr teksti og rættlesturi, heldur skúlalærarin við reyða jólapenninum Birgir Kruse Nýliga eru komnar tvær fløgur úr Klaksvík, sum tó báðar hava rót í útheiminum. Hin fyrra "Sangur til frælsi" í svensku tekstum Afzelius'ar og hin seinna "A matter of time" við rót í altjóða ensktmælta gospelmarknaðinum. Hin fyrra er spæld inn í Studio Pegasus í Klaksvík og hin seinna í JakZak Studio í Havn og Nashville í USA. Hesi bæði føroysku ljóðstudio eru helst einastu virkandi av sínum slagi ídag. Leiðandi kreftirnar á fløgunum báðum eru klaksvíkingarnir Steintór Rasmussen og Torkil Mørkøre. Teir hava gjørt eitt megnar arbeiði, sum nú verður lagt fyri almenningin. Ørindi teirra eru ymisk, sum eg skilji tey. Steintór vil á heimligum botni varðveita eina mynd - ikon - úr sjeytiárunum, meðan Torkil vil evangeliserað, bera alheiminum gleðiboðskapin, í tíðarinnar anda og stevi. Onnur útgávan er sostatt "verðslig" meðan hin er "andalig". Tónleikurin, máldur í ljóði og samanspæli, er framúr á báðum fløgum. Í førinum hjá Torkili vil eg heldur siga ljóðmynd enn bara tónleikur og samanspæl. So nógv er kínt fyri ljóðinum, frábrigdum og smálutum, at ein má nýta orð sum ljóðmynd og kanska ljóðlandslag. Hetta er ein karmur máldur upp av sonnum arkitektum og landslagsmálarum. Við kønari hond á hvørjum knøtti. Ljóðkrás fyri oyra. Og ein avbjóðing fyri hvørt eitt stereoanlegg í landinum, fløgan hjá Torkili. Meðan "Sangur til frælsi" er meiri traditionell og leggur seg tætt upp at upprunanum, so er "A matter of time" meiri søkjandi fløga. Hetta sigur seg sjálvt, tí upphavi til fyrru fløguna er bundið. Her eru givnir karmar og sangir at halda seg til. Og hartil eru fleiri av sangunum kendir og vælumtóktir. Eitt nú "Juanita". Ein sangur sum kann verða kollveltandi og spanskt-klingandi, men eisini tannleysur og lítið vitborin, mekaniskur dansitónleikur. Munurin kann verða lítil. Men í sínum sangi ger Eyðun Nolsøe allan munin. Tað er ein sonn frægd at lurta eftir rødd og framburi hansara. Hetta eru tali- og ræddarvenjingar í praksis. Lurtið eftir hvussu hann framber spanskt-klingandi "d" í Madrid! Runt, bleytt og deiligt. Nasalt og elegant eisini. Ein farri av Madrid hómast longu. Og so trupli bókstavurin "r". Hoyrið hvussu Eyðun framber henda stav í sanginum um Juanitu. Ein elegant krúlla ytst á tunguni. Jú, vit eru í Madrid. Og so Barcelona. Alt andar Spania. Og gittarin hjá Herlufi kveistrar burtur allan iva. Hetta er Spania. Ein fulfíggjaður ljóðkarmur. Á føroyskum. Men fara vit í tekstheftið, so ilskist eg inn á danismurnar. "Á frontin" til dømis. Eitt orð sum far meg at kreppa tærnar, so upplivingin av Eyðun'sa eleganta sangi, far eitt skot fyri bógvin. Og at "forsøta" eisini. Uff, sigur skúlalærarin við reyða penninum. Og so orðið "døtrar". Hví ikki "døtur"? Kanska liggur ein orsøk aftanfyri, men úr tekstheftinum finni eg hana ikki. Kann henda, at hetta orðið "døtur" hevði brotið rímmynsturið og óviljað rímað uppá "hetjur". Áhugavert hevði verið, um upprunateksturin hevði verið prentaður við síðuna av føroyska tekstinum. So hevði ein kunna sæð hvør tekstur bar uppá rím og ikki og eftir hvørjari skipan. Og eisini upprunaár og -plátu. Gamaní, svenskar frágreiðingar eru til sangirnar, sum geva eina ábending um sangin. Hevði ynskt mær eitt sindur meira informatión. Í tekstunum hjá Afzelius býr tann trupulleiki, at hann er so tíðar- og staðbundin. Umhvørvið er rættuliga fastlæst og hugtøkini somuleiðis. Hóast Afzelius ikki telist millum skaldabornar rockbrøður, sum eitt nú Ulf Lundell, so er hann ein tíðartinna. Eitt hugvekjandi afturljóð frá farnum tíðum. Úrvalið er breitt og vit fáa gott innlit í sangbókina og -skránna hjá Afzelius. Ein sonn avbjóðingin er tað í sovorðnum føri, at flyta tekstin til føroyskt mál og gera hann munnrættan hjá sangaranum at frambera og okkum at lurta eftir. Tá ein sær burtur frá danismunum er hetta eydnast avbera væl. Kann henda, at danismurnar er brúktar við vilja. Fyri at liggja so tætt at upprunatekstinum og tí munnrætta sanginum. Vildi bert ynskt, at eg ikki sá tær á prenti. Tí vitanin um danismunar órógvar meg. Í rútmiska samanspælinum og fría framburinum hjá frálíku sangarunum, hvørva danismunar. Hava ongan týdning. Hvør einstakur sangari - havi hug at nevna Pætur við Keldu sum ein fagran, fremmandan, fugl - tilognar sær tekstin í ein sovorðnan mun, at hvør sangur stendur heilrunnin og fellir ikki uppá orðini. Men í ein ávísan mun ger tekstheftið tað. Úr tekstheftinum hjá Torkil Mørkøre fái eg ein styrktan varhuga av hesum sama. Her er alt á enskum. Hvør tekstpartur byrjar við einum bíbilskum skriftstaði. Á enskum. Tøkkirnar á bakpermuni eru eisini á enskum. Og hóast móðirmálið ikki er enskt, mítt altso, so finni eg á hesi einu síðu ikki færri enn 10, ja tíggju, stavivillur. Pínligt. Havi tað fyri, altíð at lesa "tað við smáum" meðan eg lurti eftir nýggjum tónleiki. Tónleiki, sum fyri mær er ókendur. Tá fleiri villur koma fyri, órógvar tað upplivingina av tónleikinum. Tí at lurta eftir tónleiki er ein spurningur um álit. At ganga inn í ein nýggjan heim, bygdur av ljóði. Einasti vegvísari er komponisturin. Í samstarvi við høvunda og øll tey, sum skapa ljóð, spæla uppá, gera útsetingar - og upplýsingar. Í hesum føri er Torkil Mørkøre upphavsmaður til bæði ljóð og orð. Orðini eru sum sagt á enskum máli. Alt er gjøgnumført á enskum. Og tað er í veruleikan tað, sum eg havi truplast við at tilogna mær í samlaðu ljóðupplivingini av hesi fløgu. Ensku orðamyndirnar og hugtøkini siga mær ikki so nógv. Í summum førum vil eg siga at tær ørkymla og taka burturav tónleikinum og ljóðmyndini. Millum annað í sanginum "Gotta take a stand", har teksturin byrjar við at vakna um morgunin og sanna, at enn ein dagur er farin. Eftir mínari hugsan ein øvugt orðamynd. Tí morgum merkir byrjan, ein nýggj byrjan. Skal ein dagur eftirmetast, má tað verða um kvøldið. Innan ein leggur seg og dagurin fer í kav. - Ella? Ljóðmyndin hjá Torkili er so innbjóðandi og frálík, at teksturin stendur í skørpum mótljósi. Til so góðan tónleik krevst góður tekstur. Ella slettis eingin. "Gotta taka a stand". Men aftur má eg skjóta inn í millum, at enskt er ikki mítt móðirmál. Men spennandi er tónleikurin. Krás í hvørjum króki. Til dømis inngangurin til "Can the world see Jesus". Men aftur her verið eg avbrotin av prentaða orðinum "wander", sum helst skuldi verið "wonder". Óheppið og aftur eitt dømi um manglandi rættlestur. Spell, tí húsin og øll útsjónd annars er so framúr væl frágingin. Tvífalt spell. Í mínum hugaheimi arbeiðir Torkil Mørkøre á einum tónlistarligum øki, har svenski Eric Gadd og amerikanski kultbólkurin Steely Dan eru snúningsásir. Tá hann er bestur. Sum til dømis í "Come unto me". Bleytur svingandi rútmikkur, sum eg ikki havi hoyrt síðani Steely Dan vóru í hæddini. Teir eru til enn, gubbarnir í Steely Dan. Torkil Mørkøre gevur teimum nýtt lív og Laila Karlsen svingar teir upp á eitt nýtt støði. Og so á eini føroyskari útgávu. Frálíkt. Í báðum fløgum sæst trongdin at stytta orð. "Sangur til frælsi" skrivar mótarætta "gui" fyri gittara. Tað er alt ílagi. Men á seinnu fløguni verður hugtakið "percussion" eisini stytt. Tað verður til "perch", sum uppaftur er ein málslig blóma av villini stíggjum. Mær lystir at síggja tann tónleikara, sum slær so nógvar skeivar streingir. Hevði ikki verið biðin aftur. Sum sangurin sigur "Gotta take a stand". Mítt nýttársynski er, at føroyskir tónleikarar fara at leggja seg eftir tekstinum, í eins stóran mun og tónleikinum. Meðan fløgan "Sangur til frælsi" søkir okkara egna avmarkaða marknað, søkir fløgan hjá Torkili Mørkøre eisini ein marknað, sum er uttanfyri tann føroyska. Gævi at tað eydnast. Í báðum førum. Ymisk nøvn "Bjørn Afzelius - Sangur til frælsi" (Studio Pegasus 2000) Torkil Mørkøre "A matter of time" (JakZak 2000) Góði Ingálvur! FØÐINGARDAGSHEILSAN. Studentaskúlalærari og næmingar heilsa Ingálvi, senda honum eina myndaskrá og greiða frá upplivingum á stórfingnu framsýningini í Listaskálanum Jens Frederiksen Eg og næmingar mínir vilja á henda hátt ynskja tær hjartaliga tillukku við tí stóra degnum mánadagin. At bera føðingardagsheilsanir er í sjalvum sær kveikjandi, tá man hugsar um at orðið "heilsan" etymologisk sæð er systir til "heilsu". At vit soleiðis, hvørja ferð vit "heilsa", eisini ynskja góða heilsu. Og í tí sambandi komi eg at hugsa um tað stóra avrik títt verk avmyndar og umboðar. Eitt verk sum bókstaviliga hevur kravt góða heilsu og styrki. Við stóru framsýningini í Skálanum í huga er tað øllum eyðsýnt, at hetta hevur kravt ikki bara vanliga góða heilsu, men mikla styrki - sjálvt um framsýningin hevur eina leikandi lættleika og stundum káta ávirkan á áskoðaran. Fyri teg er tað sjálvandi eina lukka at komu soleiðis til árs, og í roynd og veru at lumpa "alderdommens molest", sum William Heinesens tekur til. Men tað er eisini ein stór gáva fyri áskoðarafjøldina og føroya fólk, og ikki minst ungdómin, at tú hevur megi og dirvi til at dríva á. Í okkara rótleysu tíðunum hoyra vit dag og dagliga um hvussu neyðugt tað er at hava tær røttu fyrimyndirnar. Her hevur fyridømi títt alstóran týdning. Vit vita - og eg síggi tað í minum yrki - at tey ungu eru ágrýtin og taka alla verðina fyri seg sum arbeiðsøki og avbjóðing. Ikki bert tá tey eru á netinum, men eisini tá tað kemur til útbúgving. Innan listaverðina kunnu vit t.d. hugsa um Rannvu Kunoy, sum er í London. Tað eg vil undirstrika er - og tað haldi eg ofta verður gloymt - at tú ongantíð hevur verið leingi burtur frá málningum av sjúku, kreppu ella tí, at áhugin hjá móttakarunum hevur skortað. Tískil eru vit sum áskoðarar í teirri hepnu støðu, at standa framman fyri einum lívsverki uttan slit. Tað er sjálvandi ikki nakað tú beinleiðis hugsar um, ella hevur sum endamál - men vit pedagogar bruka oftani títt dømi! Tí tað er næstan ógjørligt at mana í jørðina ta romantisku fatanina av listini sum eitt ekstremt fyribrigdi, útint av meira ella minni sinnisjúkum málarum, hvørs avrik verða betri, jú fyrr teir doyggja (helst fyri egnari hond) ella eru proportionalt virðismiklir við, hvussu nógvar skandalur, ella avrivin oyru ein nú kann vísa fram. Eg loyvi mær at enda hesar innleiðandi setningar við nøkrum orðum frá Karen Blixen, har hon nemur við aldur og avrik - og leggjast skal afturat, at verk títt, fyri at blíva í Blixen'sa vín-mynd, hevur fingið dýpd og bouquet: "Alderen er den største prøve for alle - ligesom med vin; det skal være en virkelig god vintage, som kan tåle at gemmes. Og ikke bare med mennesker, men fx ogsaa med Kunst. Den ringere Høst må man hellere drikke straks, uden illussioner, den kan dog altid gå ned. Men det virkelig gode - hvilken Charme og Værdi får det ikke ved at lagres. Så længe det er helt frisk, kan ingen mennesker virkelig vide, hvad det er værd; men efter 50 eller bare 30 år!" "Hvat ynskír tú tær, hvat ynskír tú tær - Royn um tú kanst tekna - Hvat tú ynskir tær at fá ", soleidis syngja børninum í dag tá føðingardagur er. Øll minnast væl fra barnaárununum ymsar magiskar ramsur, sum settu væntanina í hásæti. Sjálvt um tú nú ert blivin rættuliga vaksin, sleppur tú ikki undan eini lítlari gávu, hóast tú altso ikki sleppur at teknað hana. Tað skal vera mín vón at gávan kann brúkast. Eitt er so víst - eitt gavukort til Fragd og Fimi - tað er óneyðugt! Eg sendi ístaðin eina prýðiliga myndaskrá, sum gjørd varð til stóru afturlítandi framsýningina við myndum Preben Hornungs. Heiti er: "Preben Hornung - Billeder" (maleri og tegning 1948-1989). Hann doyði sama árið mururin fall, og hevði hann livað, var hann áleið javngamal við teg, 81 fyri at verða heilt nágreiniligur. Framsýningin er í løtuni í Århus, men verður eisini at síggja til várs á Kunstforeningen Gammel Strand, har tú kanska fært høvi at vitja. Tað sjáldsama í hesi myndaskrá eru tær mongu áhugaverdu greinarnar, eitt nú av málaranum Peter Brandes og so Erik Steffensen. Sum tú sært í myndarøðini aftast í skránni, og helst longu vart greiðir yvir, eru tit báðir felags um at dyrka teir svørtu, reyðu og hvítu litirnar, eins og tað kompromisleysa málarasyndromið, sum - sagt í skemti - ikki fær tykkum frá staffelinum. Ikki kann eg lata vera við at endurgeva tað, Hornung einaferðina segði í hesum sambandi, tí tað hóskar eisini so væl til tín "Jeg bryder sablen og bekender mig til billedet på væggen - den stangreaktionære linie - den der holder af billedet". Eg síggi í yvirlitinum yvir ævisøgu hansara, at tít baðir hava gingið á akademinum sama tíðarskeið undir krígnum og sostatt hava havt Kræsten Iversen og Aksel Jørgensen sum lærarar - og tískil kundi bókin eisini havt tín áhuga. Svart skínur sólin í Skálanum í løtuni - og líka so nógv sum eg frøðist yvir framsýningina sum heild, so gleiðist eg yvir at Skálin hevur megnað at ogna sær tað einastandandi, bæði í stødd og víðari merking, stóra verkið "Í náttarsól og óveðursstjørnum". Eg vitjaði tað afturlítandi framsýning tú hevði í Randers fyri tveimum árum síðani - og hon var heilt klárt nakað annað. Men eg var líka so fegin sum bilsin yvir, tað, ið tú hevur at vísa fram hesu ferðina herheima. Havi vitja hesa framsýningina við næmingunum hjá mær, og skal man tosa í teirra nútíðar málburði sum er halvt "enskt-amerikanskt" sum troubadururin speiandi kvøður, so er talan um tað "coolasta" "power" og "turbo" eg havi merkt mær í longri tíð. Saman við næmingunum. Summa staðni yvirgongur tú teg sjálvan - og uttan at taka munnin ov fullan og gera eina halgisøgu burtur úr, meini eg, at tú ongantíð hevur verið nærri tíð natúrliga, reina málninginum enn júst nú. Per Kirkeby hevur í einari frálíkari eftirskrift til heimspekingin Merleau-Pontys "Cezannes tvivl" skrivað um sama fyribrigdi, han rópar "det normale maleri": Hesi orðini kundu eins væl verið skrivaði um tær flestu av myndunum, sum opinbera seg uppi í Skálanum í løtuni. Tín leitan eftir harmoni kemur týðiliga fram. Tema og beinagrind eru enn eina ferð nátturan, menniskjað, kvinnan. Tó uttan at tað snýr seg um endurtøku, ella um at taka við tað abstrakta myndamálið, bara av sær sjálvum, ella fyri at vera mótamerktur. Tú hevur helst nógv um oyrini í løtuni. Nýt bara aldursins "arrogancu" og lat telefonina ringja! Á hesum sinni fært tú tískil ikki eitt fullfíggjað ummæli av framsýningin. Men nakrar hugleðingar um ein part, slepst ikki undan. Til tess mugu vit eina ferð út í tað gráa. Teir svartu og myrku moll-tónarnir hava verið umrøddir nóg so ofta. Skal eg vísa á tað, sum hugtekir meg mest - eisini á hesi framsýning - er tað tann grái litheimurin. At grundgeva fyri hvat man sansar og verður bergtikin av, er ofta trupult, men í hesum føri vil eg greiða frá, hvat ein kann uppliva við at spáka frá mynd til mynd á verandi framsýning. Hvørja ferð eg eri í Skálanum fari eg inn í tína pyramiduhøll og gangi beina leið til "Gráur morgum"(1970). Grátt út yvir grátt halda kanska nógv. Og tað er partvíst rætt, og tí ikki uttan grund, at Finn Termann Frederiksen í "Rød Regn" rópar júst hesa mynd "mærkelig". Framman fyri henni stndi eg mangan og mediteri. Og tað er alt eftir ljósviðurskiftunum ein nýggj mynd hvørja ferð. Á einum gráveðursdegi uttan elektriskt ljós verður man púra burtur í myndini, tí hon livir og gløðir! - óivað grundað tær nógvu glæringarnar og jørðlitirnar. Eg haldi ikki tað er mest spennandi, at man kann eydnast at síggja tvey motiv í myndini, sum Termann Frederiksen greiðar frá. Eg upplivi tað sum "bara" grátt - ein mettaðan gráa, sum er rein atmosfera - okkara litverð - ella í minsta lagi gevur assosiatiónir til tað sermerkta norðurlendska í litum. Grátt kann kennast bæði dapurt, skitið og køvandi, men eisini djúpt og andborið - sum her - og tað, tú sum áskóðari kennir er hvørki meiri ella minni enn tað háleitta - tað "sublima", at tú verður drigin inn í eina aðra dimensión - at markið millum nattúruna og teg verður flótandi. Man speglar sær so at siga í hvørjum øðrum. Tú noyðist at skapa myndina sjálvur, tí myndin hvat litum viðvíkur er so beinrakin. Eg kenni ongan uttan kanska Gerhard Richter (f.1932) sum í tí gráa tíðarskeiðnum í 70'unum hevur bjóðað áskoðaranum só nógv av, sum tú. Hann fór jú heilt út í tað ekstrema og málaði 2 ferðir 3 metur við einstáttaðum gráum, sum t.d. í "Grátt" (Stadtliches Kunstmuseum Bonn). Takk og lov sleppur tú ongantíð umhvørvinum, tí vit kunnu sansa og sum menniskju eru felags um at kunna uppliva saman. Hvør grundin í víðari merking er, fyri at grátt hugtekur so nógv, havi eg sjálvandi roynt at útgreinað. Og kanska finna vit eitt svar í teimum fysiologisku eyðkennunum, sum Goethe granskaði. Hann fann fram til at eygað sjálvt rúmar bæði ljós og myrkur - altso eru aktiv: er nógv ljós, roynir eygað at skapa myrkur við at lata seg aftur, og um ov myrkt er, skapar eygað ljós við at opna seg. Tað er kanska banalt, men hevur stóran týdning, tá vit tosa um grátt og um viðurskiftini millum ljós og myrkur. Tá myndin hjá tær er vorðin ein "ikon" fyri mær, hevur tað havt sína rót í hesum "spæl". Í doktararitgerðini "Den farvede verden" (Jacob Wolf 1990) granskar høvundurin víðari í sporunum hjá Goethe, og umrøður eisini teir fysiologisku litirnar í sambandi við málningalistina, og har finni eg ein lykil til ein part av listaheiminum hjá tær: Tað er tann harmoniur - tann heild, sum man finnur í "Gráur morgum", og sum hevur vakt ans. Stór var frøin, tá eg varnaðist, at framsýningin millum mangt annað tekur henda tátt upp aftur. Ella vísur, at tú ongantíð hevur slept tí gráa heiminum. "Háveturstið" (nr. 13 á framsýningini) er ein einastandandi mynd! Breið, djørv, rútmisk pensilstrók og djúpdarvirkandi glæringar - flata og rúm samstundis og ein rúgva av gráum litbrøgdum, - heilt uttan primerlitir, hóast grønt og gult kagar fram í heilt smáu brotum. Har er bæði kontrast, tí svart blandar seg uppí, men eisini harmoni. Og eg síggi tað sum eitt tað besta dømi uppá tað, eg áður havi umrøtt sum "det naturlige maleri". Nakað av tí sama finni eg - burtursæð frá einum heilt spennandi ekspressivum klattuttum pensilarbeiði (taranum sjálvum) og einum heitum okkerdominsi - í tí frálíka "Hellugrót móti taranum"(nr 15 á framsýningini). At taka dagar ímillum er ringt - tí framsýningin øll sum hon er, er av hægstu góðsku og eitt avrik, sum seint fera í gloymíbókina. Tí ongin ivi er um, at tú hevur megnað at endurnýggja teg og fevnir víðari enn eg áður havi sæð. At enda komin, vil eg fegin tríva í tær mongu vatnlitismyndirnar - sum eg gjørdist ovfarin av. Tú greiddi mær einaferð í 89 ógvuliga varin og sjálvkritiskt frá um tú málaði við vatnlitum (akvarel): "..tað føli eg ikki at duga til. Eg havi roynt akvarell enttá fleiri ferðir, og haldi ikki tað hevur líkst nøkrum eina einasta ferð (látur)." Eg frøist yvir, at tú umsíðir hevur fingið áræði! Vinfólk í Århus greiddu mær fagnaðarrúsandi frá framsýningini í Galleri Profilen í februar 99, har tú sýndi framm vatnlitismyndir. Og eg havi síðani øvunda teimum upplivingina. Tað er eyðsynt, at tann føroyska áskoðarfjøldin eisini hevur tikið dygdina í hesi líttillatnu, men virtuosu litrannsóknum til sínum. Uttan mun til, um vit eru í teimu heitu økjunum (eg bleiv heilt burtur í teimum reyð-kopar-gulligu-akkordunum í nr. 31 "Fjall í koparlóga - hon er sfærisk og jarðbundin á ein heilt serligan hátt og minnir ikki sørt um tað litspæl, sum fer fram, tá Nólsoyggin roðar) - ella í tí stillføra grá-kalda og meiri neutrala-skalanum (sum t.d. í tí hugtakandi nr. 30 "Vallari, steðga og sjá"), so eru avrikini einastandi, og enntá so nógv í tali! Tey orðini, sum Henrik Wivel nýtti, í einum rósandi ummælið av Profil-framsýningin undir yvirskriftini "Færøsk vitalitet", kundu eins væl lýst vatnlitismyndirnar í Skálanum. Hann tosar m.a um "en med alderen vundet ny og anderledes umiddelbarhed" - og um vatnlitirnar serstakt, at: "Men det er en anden oplevelse at se Reyni som akvarel-maler, netop fordi hans maleriske gestus i så høj grad er forbundet med oliefarven, dens stoflighed og ælte. Men også den mere sarte, vandgennemlyste akvarel-teknik klæder Reyni, der forenkler, så de små billeders tegnkarakter bliver fremtrædende"(Berlingske Tidende 3/2-99) Eg kann leggja aftrat at tað tekn-líknandi evni í fleiri myndum, t.d. nr. 34 "So vónrík og flugvandi glað tey fara framvið" og nr. 32 "Septembur 2000", minnir ikki sørt um kalligrafisku tusch-málningarnar, tú hevur málað fyrr. Men tekn-sambandið er eisini innihaldsligt í tann mun, at tað er dømi um - sum Paul L Cour einaferð segði í "Fragmenter af en Dagbog": "Vi må aldrig glemme, at alle kunstarters inderste sprog er tegnet. Det var ikke imitationen, men det gådefulde tegn, som vi fylder med al den menneskelighed, det kan bære". Hetta er lættari sagt enn gjørt. Bárður Jákupsson samanbar teg í røðuni í Norðurlandahúsinum herfyri við Hokusai, ein røða, sum eisini er endurgivin í skránni til framsýningina. So kann eg eisini loyva mær, uttan at tú skal smæðast, at samanbera títt avrik innan vatnlitir við Turner, tá hann var bestur. Í teimum bestu myndunum ert tú heilt fjøðurkendur og lættur: ein, í mesta lagi tveir, litir - ein flati - nakrar fáar dynamiskar strikur og allíkavæl eitt fullborið verk. Eitt frálikt dømi er tann gul-gráa myndina nr. 30. Títt myndamál er so klart, sum ongantíð áður. Mín heilsan er vorðin nóg so long. Men eg gevist ikki uttan eina lítla frágreiðing um, hvussu nøkur ungfólk upplivdu framsýningina. Í samband við lit-frálæru á miðstigi í evning (tey hava 4 tímar um vikuna) vitjaðu vit framsýningina. Tað var eyðsýnt, at tey flestu fordjúpaðu seg í vatnlitismyndunum. Vit høvdu júst lært fyribrigdini litkontrastir, ljósvirði og litgóðska. Flokkurin hevði eisini sæð filmin "Lyset, mørket og farverne" um harmonisku litlæru Goethes. Tá vit gevast fyri jól skulu vit síggja "Svartur Sannleiki" og tey skulu gera eina stutta skrivliga frágreiðing um eitt verk, sum tey sjálv dáma. Sum stikkorð, ella í telegrammstíli, um tey vilja. Fleiri gjørdu eisini lítskitsur, sum eg vóni tú fært høvi at síggja onkun dagin. Men tað, eg vildi siga var, at tey raka beinavegin inn á bein í tíni framsýning "Formurin sjálvur minnir um ein ella tveir japanskar bókstavir", skrivaði ein næmingur um nr. 32 "September 2000" Og eg vil enda við at endurgeva eina næmingafrágreiðing, beint sum hon varð skrivað. Tað snýr seg um mynd nr. 34 "So vónrík og flúgvandi glað tey fara framvið", sum við øllum ungdómsins viðspælandi lyndi á besta hátt lýsir, at list og aldur ongi mark hava. Tað krevur "bara" eitt opið sinni av listamanni og áskoðara: "Litirnar fanga eygað beinavegin. Í hesum bílætinum sær man tað beinanvegin - spælið ímillum tað heita og kalda- millum lív og deyða heystið og várið dansa saman litirnir eru heitir og kaldir myrkabláar feitar strikur við eitt sindur av grønum, svørtum ella gráum uppií kanska paynes-grey ella okkurt linjurnar í hesum litinum eru beinar, kantutar eitt sindur fýrakantaðar niðast í høgru síðu er ein myrkur blettur fýrakantaður næstan ein mynd av einum manni teir heitu litirnir hava runt skap nógv røring - teir dansa nærum ein mynd av eini kvinnu hesir eru orange og reyðir tey dansa saman ljós og myrkur dag og nátt morgun og kvøld " Eg hugsaði, at tú neyvan kundi fingið eina betri heilsan, eisini tí tað er so sjálvdan at listafólk fær høvi at hoyra aðrar røddir enn tær professionellu! Enn einaferð: hjartaliga tillukku við degnum og ikki minni við teirri storfingnu framsýningini. Jens Frederiksen er lektari við Føroya Studentaskúla har hann undirvísir í myndlist og donskum. Jens hevur síðani 1982 gjølla fylgt við gongdini í listini hjá Ingálvi av Reyni og hevur skrivað tekst til skránna til framsýningina hjá Ingálvi á Bornholms Kunstmuseum í 1992. Umframt at undirvísa arbeiðir Jens sum málari og hevur m.a. verið við á Várframsýningini síðani 1994. Ivin heldur lív í listini FØÐINGARDAGSHEILSAN. - Eru vit vorðin klókari øll somul, meira opin so at vit fata meir? Ella er Ingálvur veruligan blivin >>ov lekkur<<, su,m hann sjálvur spyr í filminum >>Svartur sannleiki<<. Ella er tað bara tí, at hann verður 80 ár mánadagin og eftirhondini er vorðin kendur sum ein tann besti klassiski modernisturin í norðurlendskari myndlist? Kinna Poulsen Tá Ingálvur av Reyni hevur myndir við á framsýningum, verða tær seldar beinanvegin. Hetta var til dømis galdandi fyri framsýningina, hann hevði á Galleri Trap í Keypmannahavn í 1997 og fyri framsýningina, hann hevði í Galleri Åhuset í Køge í fjør. Tá stóðu fólk í kø fyri at keypa. Á sama hátt var keypihugurin øgiligur á framsýningini, sum nú var í Listaskálanum . Nóg væl, at fólk ikki fóru til hendurs. Ingálvur er sjálvur harmur um sín stóra fólkatokka, tí hann ivast og heldur fólkatokka vera eitt tekin um, at myndirnar ikki eru nóg erligar og góðar. Men hvat er hent? Alt tað, eg minnist, var tað heilt vanligt at flenna eitt sindur at teimum gráu og myrku, abstraktu myndunum hjá Ingálvi, sum í øllum førum ikki líktust tí, sum heitið sipaði til, antin tað var útsýni yvir Nólsoynna, Miðvágsbygd, ella okkurt annað. Men eru vit so vorðin klókari øll somul, meira opin so at vit fata meir? Ella er Ingálvur veruliga blivin "ov lekkur", sum hann sjálvur spyr í filminum "Svartur Sannleiki". Ella er tað bara tí, at hann verður 80 ár mánadagin og eftirhondini er vorðin kendur sum ein tann besti klassiski modernisturin í norðurlendskari myndlist? Læruár Ingálvur av Reyni fór niður í 1938 at ganga á tekniskúlanum hjá Bizzie Høyer, har eisini m.a. Ruth Smith hevði gingið nøkur ár frammanundan og fyrireikað seg til upptøku á kunstakademinum. Ingálvur kom á akademiið í 1943 og fekk har Kræsten Iversen og síðan Axel Jørgensen til lærarar. Um hin fyrra sigur Ingálvur í bókini Rød Regn: "Kræsten Iversen var en udmærket underviser og en god kunstner, som givet fik en vis betydning for min videre udvikling. Ligesom han, følte jeg mig i det hele taget tiltalt af traditionerne fra den generation af klassiske modernister, som talte Giersing, Weie, Isakson, Rude og Høst". Í fyrstu syftu var tað tó Axel Jørgensen, sum var tann, ið ávirkaði tann unga málaran mest. Professarin kravdi av sínum næmingum, at teir uttan fyrivarni skuldu fylgja hansara vegleiðing meðan teir gingu á akademinum. Hansara frálæra skuldi seta síni ófravíkiligu spor á eitt heilt ættarlið av donskum listafólkum. Hann var ein sera miðvísur lærari, ið var sera bundin at teirri vísindaligu litskipanini, sum stavar frá fronsku nýmpressionismuni og sum er grundað á mótsetningslitirnar og viðurskiftini teirra millum: "Farverne opstår for vor bevidsthed gennem vort øjes møde med to farver, som hver især kun får sin eksistens ved hinanden. Før man møder en farves modsætning eksisterer farven ikke" (Axel Jørgensen, Gnisten og Ilden). Við støði í hesi litskipanini málaði Ingálvur av Reyni sínar myndir, sum so líðandi gjørdust meira og merira litríkar. Tað tók honum mong ár at koma burtur frá tí, hann hevði lært og finna sín egna veg. Hann byrjaði at brúka brúnt og grátt; litir, sum Axel Jørgensen hevði bannlýst. Hann leitaði og fekk í tøkum tíma íblástur frá einum dana, sum av fyrstan tíð var komin Føroya við bretska herinum. Jack Kampmann búsettist í 1948 í Føroyum og fekk virðismiklan týdning fyri føroyska listaumhvørvið. Franski málarin Paul Cézanne var ein umráðandi fyrimynd hjá Kampmann eins og koloristiska flatumálaríið hjá danska listamanninum Immanuel Ibsen fekk stóran týdning, eisini fyri Ingálv av Reyni. Umvegis Kampmann og Ibsen skilti Ingálvur av Reyni, at ein einstakur litur kundi vera berandi í myndini. Tá henda høvuðstreyt var lokin, kundi eitt bjart litidæmi leggjast aftrat myndina, men ikki ov nógv. Myndirnar hjá Ingálvi gjørdust nú myrkari og støðugt einfaldari bæði viðvíkjandi litavali og kompositión. Spakuliga fann hann sítt egna stev og tordi at nærkast tí nonfigurativa. Frambrot Í 1961 hevði Ingálvur av Reyni eina framsýning, sum hann sjálvur metir vera avgerandi fyri sína listarligu leið. Á framsýningini hingu fleiri nonfigurativar myndir við heitinum Kurpali. Tann eina av teimum er avmyndað í stóru bókini um Ingálv, sum júst er endurútgivin. Á lítla løriftið (55 x 40 cm) eru málaðir fýrkantaðir og avlangir flatar, ið saman mynda eina vertikala kompositión, sum er sundurbýtt í trý avlong skap. Tey ytru eru myrk, svørt, brún og grá og rípan í miðjuni er ljósari eisini í gráum og brúnum litum. Nakað ovarliga koma bjartir litir undan; reytt og gult. Fyrst og fremst er myndin eitt frálíkt dømi um litskipanina hjá áðurnevnda Ibsen, men hon er sjálvandi annað og meira enn tað. Tann ljósari rondin gerst breiðari uppeftir, men myndin tykist allíkavæl halda eini javnvág m.a. av tí, at rondin eisini gerst breiðari niðast, har hon líkasum fær ein fót at standa á. Kompositiónin er harmonisk og vælskipað, men allíkavæl er einki støðufast yvir myndini. Tað tykist sum um okkurt er við at henda; ljósið brýtur sær veg fram úr myrkrinum. Nú var tað ikki soleiðis, at Ingálvur av Reyni kom inn á nonfigurativa leið fyri at vera. Allatíðina hevur hann málað landslagsmyndir við einum meir ella minni abstraktum myndamálið. Flatumálarí Landslagsmyndirnar fáa upp gjøgnum sekstiárini alsamt hægri sjónarring, sum meir og meri líkist eini rípu uttan dýpd. Eisini eru landslagsformarnir umgyrdir av tjúkkum, svørtum konturlinjum. Tessvegna er talan um nakrar rættiliga stiliseraðar og ónaturalistiskar landslagsmyndir, har dentur verður lagdur á sjálvan yvirflatan á løriftinum. Seinni í sekstiárinum verður henda stranga skipanin av myndevninum avloyst av fríari pensilsstrokum og ekspressivum sterkum litum. Hesar myndirnar hava í stóran mun givið nógvum føroyskum listafólkum íblástur. Ein gátufør mynd Ein onnur mynd, sum eg ikki kann lata vera við at nevna, er "Gráur morgun" frá 1970, sum er ogn Føroya Listasavn. Hetta er ein merkiliga afturlætin mynd, sum við sínum margtýdni sýnist spæla við fatanina. Myndevnið er møguliga eitt landslag, men tað er rættiliga abstraherað. Sum so ofta í teimum vertikalu kompositiónunum hjá Ingálvi er myndflatin býttur upp í tríggir avlangir formar. Myndarúmið tykist ógviliga kompakt og tungt, forgrundin fyllir tað mesta og ikki hómast nógv, ið kann sambindast við luft. Ova-liga í myndini sæst ein strika við einum rundum skapi omanyvir. Ein sól oman yvir eini havsbrúgv? Tað er ikki vist, tí rúmdin í myndini tykist fleirtýðug. Havsbrúgvin kann eisini vera ovasta linjan í einum stórum avlongum skapi, sum tykist traðka fram og sum minnir um eina hurð, tú kanst lata upp. Myndin er gátufør og ógviliga ekspressiv. Grátt finnist í óteljandi variantum og Ingálvur av Reyni man hava granskað teir flestu. Hjá honum er tað gráa føroyska náttarmyrkri runnið saman við eini franskari litkenslu. Ein mynd sum "Háfellislendið" frá 1983, sum plagar at hanga uppi í Listaskálanum gevur eina ábending um hvat tað er, sum Ingálvur av Reyni roynir at úttrykkja.Í staðin fyri at mála eftir og skráseta fjallið á eitt lørift, ger hann fjallið til eina mynd, sum er nakað í sjálvum sær. Hann stríðist við myndevninum, abstraherar inntil sjálvur essensurin er eftir. Sjálvur luturin er burtur, bert hugsanin og kenslan eru eftir. Tey ganga á vegnum og bíða Síðan sjeytiárini hevur Ingálvur roynt seg við stórum figurkompositiónum. Ein tann mest væleydnaða eitur "Tey ganga á vegnum og bíða" frá 1988. Ein ótrúliga sterk mynd bæði listarligt, men eisini hvat viðvíkur innihaldinum. Myndin er lutvíst bygd á minnir hjá Ingálvi um tá hann var barn og sá tey gomlu, sum kanska høvdu mist onkran og nú gingu á vegnum og bíðaðu. Tá hann seinni las Prædikarin kom myndin, sum hann hevði sæð í fjøruti- og fimtiárunum aftur fram fyri hann og hann fór nú í gongd við at mála fólkini inn í eina stóra mynd. Ingálvur hevur í hesu mynd rakt sama dapra og stórsligna tóna sum merkir dapurskygda Prædikaran í kap.12,1-5: "Hugsa um skapara tín á ungdómsdøgunum, áðrenn hinir óndu dagar koma og árini nærkast, sum tú fert at sig um: Tey líkar mær ikki!" Áðrenn sól og máni og stjørnur verða fjald í myrkri, og skýggini koma aftur eftir regnið, tá ið teir ristast, sum halda vakt yvir húsinum, og hinir sterku menn kropna, tá ið tær, ið á kvørnum mala, gevast, tí tær eru ov fáar, og myrkt er vorðið teimum, ið út um vindeyguni hyggja, tá íð báðar útdyrnar verða læstar, og ljóðið frá kvørnini minkar, so tað ljóðar ikki harðari, enn spurvur letur, og allar tær, ið syngja, verða lágmæltar, tá ið ein stúrir fyri hvørji brekku, og ræðslur lúra á vegnum, tá ið mandlutræið blómar, tá ið grashoppan ekur seg avstað, og kapersberið missir kraftina - nú menniskjað fer avstað til æviga bústað sín, og hini syrgjandi longu ganga á vegnum og bíða -". Hetta er eitt koloristiskt meistaraverk. Tá tú stendur nakað frá og hyggur, savnast formarnir til einum ringi av fólki, sum við boygdum høvdum ganga runt í eini ævigari ringrás uttan byrjan ella enda. Myndin er skipað í trimum høvuðslitum, svart, reytt og hvítt, men fert tú nærri, sært tú hvussu ótrúliga rík palettin er við grønum, gulum, bláum, brúnum og gráum. Litirnir fáa alla myndina at skyggja á ein linnandi hátt, sum brýtur tað harða og dapra. Kvinnufigururin til vinstru í myndini er ótrúliga vakur, tykist onkursvegna umgyrdur av eini auru av kærleika. Smáar og stórar myndir Ingálvur av Reyni hevði einar fimm myndir við á Ólavsøkuframsýningini. Mær dámar væl hansara smáu myndir, bæði olju- og vatnlitsmyndirnar, sum ofta tykjast meira spontanar og kanska eitt sindur minni tryggar enn tær stóru. Onkrar eru góðar, aðrar kanska minni góðar og soleiðis má tað vera so leingi listamaðurin er opin og leitar. Eitt myndevni, sum Ingálvur hevur arbeitt nógv við seinastu árini er trolarin. Ein tann besta av hesum er ein monumental mynd við heitinum "Trolaradekk", sum eg sá fyri fyrstu ferð á Den Frie í Keypmannahavn í 1999. Til alla lukku hevur listasavnið keypt myndina, so hon er vorðin partur av føstu framsýningini. Á onkran merkiligan hátt minnir hon meg á eina av fyrimyndunum hjá Ingálvi av Reyni, sum hann skrivaði um í Braga herfyri. Tað er myndin "Orrustan við San Romano", sum Paolo Ucello málaði umleið 1455-60. Tað er tann sami dynamikkurin, sum merkir báðar myndirnar; tað figurativu hjá Uccello og tað abstraktu hjá Ingálvi. Í filminum "Svartur sannleiki" síggja vit Ingálv standa framman fyri hesum meistaraverkinum og greiða frá myndini, sum hevur hugtikið hann í mong ár: "Svart, kraftigt reytt og so hvítt í abstraktum formum. Hetta er í veruleikanum eitt øgiliga abstrakt bílæt". Vit vænta og vóna, at Ingálvur fer at halda fram við á henda hátt at hugsa kritiskt og at mála og fram fyri alt vóna vit, at hann fer at halda fram við at ivast, tí ivin heldur lív í listini. Við hesum orðum vilja vit ynskja Ingálvi av Reyni hjartaliga tillukku á 80 ára føðingardegnum Heimildir: Finn Terman Fredriksen: Rød Regn 1998 Svartur sannleiki (filmur): Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen Kinna Poulsen: Hvørja ferð mynd.. Viðskerin 24. jan 1998 4 x útvarp Tað er nógv ið bendir á, at Útvarpið setir tankar og virki í gongd hjá mentafólki her á landi. Og tað er frálíkt. Her hugsi eg ikki einans um metsølubøkurnar hjá Jógvani Arge. Birgir Kruse Tær standa sterkar nokk uttan mína umtalu. Nei, her hugsi eg um ymisk onnur mentanarlig avrik, sum fram eru komin seinastu dagarnar. Smæðin og lítillátin, men kann henda at eitt verður stórverk av alfrøðiligum slagi. Upphavsfólkini eru Ella Smith Clementsen, Marianna Debes Dahl, Jónheðin Tróndheim og Kári Sverrisson. Øll hava tey fingist við útvarp. Við útvarpsleikir og ljóðmyndir fyri børn og vaksin, teknikari og programmedarbeiðari og hin fjórði sum lokalur heimsvertur fyri stevi, lagi og ásláttarfrøi, við og uttan ð. Fýra fólk, sum hava tað til felags, at tey hava gjørt útvarp og eru aktuell á føroyska mentapallinum. EITT TYSSI AV TONKUM Hetta er heiti á lítlari bók, sum Ella Smith Clementsen (f.1952) gevur út á egna forlagnum Mýrifípan. Ikki vanlig "skaldsøga", men heldur samansettur tekstur við yrkingalíknandi brotum innímillum. Evnið, ið knýtir tekstin saman í eitt tyssi av tonkum, er sjúka og óttin fyri deyða. Søgan snýr seg um vinarlagið millum tvær vinkonur, tá ið álvarslig sjúka kemur uppí. Tað skínur ígjøgnum at sumt eru upplivingar, meðan sumt ivaleyst er funnið uppá. Ein roynd, at skriva seg ígjøgnum svára kreppu. Rithøvundurin leggur upp til, at fólk sjálvi mugu taka støðu til hvussu bókin skal enda. Tað stendur opið, um sjúka vinkonan klárar tað. Ella Smith Clementsen vil lata vónina liva allan vegin. Bakgrundina til bókina finna vit í ljóðmynd í Útvarpi Føroya við sama heiti "Eitt tyssi av tonkum", har Jóhannus á Rógvu gjørdi tónleikin, legði til rættis og tók upp. Sjónleikararnir Elin K. Mouritsen og Nora Bærentsen lósu tekstin í ljóðmyndini, sum varð send langa fríggjadag. Bókin, sum telur 61 blaðsíður, er soleiðis ljóðmyndin, sum nú er komin á prent. Ella fekk í 1994 barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs. Umframt at hava týtt hópin av bókum, hevur hon skrivað eina røða av jólasøgum, eisini til útvarp og sjónvarp. MEÐAN LØTUR LÍÐA Hetta er heiti á fyrstu bók í eini røð, sum Marianna Debes Dahl (f.1947) er farin undir og forlagið Fannir gveur út. Við práti um gerandisviðurskifti sum botni, hevur hon hitt tjúgu fólk runt um í landinum. Tað serstaka við hesum samrøðum er, at heimildarfólkini eru so tilkomin. Prátið er so at siga gjørt í evstu løtu. Heimildarfólkini eru fødd í tíðarskeiðnum 1906 - 1924. Henda fyrsta bókin í røðini er útskrift av níggju útvarpssendingum, sum høvundurin áður hevur gjørt og sum sendar eru í Útvarpi Føroya. Tilsamans gjørdi Marianna 28 útvarpssendingar yvir henda sama leist. Í bókini eru 40 myndir, sum aloftast vísa heimildarfólkini á barnaárum. Umframt at gera útvarpssendingar, hevur Marianna skrivað hópin av bókum, bæði til børn, ung og vaksin. Nakrar av søgum hennara eru eisini komnar út á øðrum málum, eitt nú donskum, svenskum og enskum. Í 1978 fekk hon barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri "Burtur á heiði". KRISTMESSA Hetta er heitið á fløgu, sum Jónheðin Tróndheim (f.1966) gevur út á Heimamissiónsforlagnum við stuðli frá teldufyritøkuni Formula Føroyar. Jónheðin sigur sjálvur, at útgávan er ein roynd at eftirgera ein klang frá barnaárum, tá jól vóru í hondum. Tá var plátuspælarin snúningsásurin, í dag er tað fløgan og fløguspælarin. Tí hesa dagførdu útgávu. Tí í veruleikanum er søgan gomul. Tann søgan, sum fjalir seg í jólaevangeliinum. Í níggju pettum hevur Jónheðin fingið Henry D. Joensen at lesa annan kapitul hjá Lukasi. Ímillum er urguleikur og sálmasangur. Og urgan er ikki gamla, heimliga Philichorda, men urgan í Fuglafjarðar kirkju við hennara seregna klangi. Max Højgaard er tað, ið treður hana, meðan Leila Højgaard syngur sálmarnar, sum hoyra jólunum til. Fyrst Brorson-sálmin Mítt hjarta tilhald hevur, sum Axel Tórgarð týddi. Og nú vit tóku stevið í Útvarpinum, so er vert at gáa um, at júst hann var fyrsti útvarpsstjórin, Axel. Av øðrum skreytum í hesari fløgu er vert at nevna, at listamaðurin Ingálvur av Reyni medvirkar í sálminum Eg rósu upp sá næla. Sum heiti bendir á, er hetta ein messa við inngangsbøn og útgangsbøn, preludium og postludium. So nú kann ein fara til jólamessu - á fløgu og alt árið. NINA, NINA, NÁI Hetta er heitið á tvífløgu, sum Kári Sverrisson (f. 1971) gevur út á plátufelagnum Tutl. Tvífløgan fevnir um ikki færri enn 145 skeringar. Men verið bara sinnilig; hvør einstøk skering er stutt, í flestu førum ørstutt. Kári, sum í hesum føri má metast sum granskari, hevur verið á Fróðskaparsetrinum og leita í tí savni, har er við ljóðupptøkum av siðsøguligum slagi. Heilt nágreiniliga tí partinum av føroyska sanginum, vit rópa skjaldur, ramsur og vísur. Harafturat hevur hann eisini gjørt upptøkur sjálvur. Tá eg fekk fløguna upp í hondina, leitaði eg beint til ljóðupptøkurnar við føroyskum ljóðførum. Jú rætt er, føroyskum ljóðførum. Her er ikki talan um Stratovarius hjá Eriki, men um gásafjøður, fjaðurlás, látipípu, snurru og græsstrá. Úti undir Guðs opna føroyska himni. Og beint innan rendi eg meg í eina skering við Bjarna Mohr (1912-1988), sum í eini upptøku frá 1969 kvøður "Húgvutátt". Ljósklárur stendur Eiðisskúli fyri mær og pallurin í tá nýggju fimleikarhøllini, har øll stóðu á rað. Vevkonur, fjallmenn og seyðamenn. Kanska gera tey tað enn. Ársins húgvu-show. Teksturin til táttin er prentaður og allir smálutir kring upptøkuna. Skilji, at svenska Birgitta Hylin sála hevur gjørt júst hesa upptøku í Havn hin 2. mai hetta árið. Tøkk fái hon fyri tað. Og Kári fyri savningararbeiði, sum byrjaði við útgávuni "Flúgvandi biðil" fyri trimum árum síðani. Skilji, á útgevaranum, at hann longu er farin undir triðju útgávuna. Hesin arbeiðsháttur at savna siðsøguligt, virðismikið tilfar og geva tað út á fløgu við teksti og nágreiniligum upplýsing er ein sjálvsøgd mentanaruppgáva. Eitt nú í Svøríki. Har hevur plátufelagið MNW givið út savnið "Föregångare" (1993), sum tekur støði í fólkatónleikarasavninum hjá svenska útvarpinum. Sum yvirskriftin bendir á, so er tað ikki einans Fróðskaparsetrið, men sanniliga eisini upptøkusavn Útvarpsins, ið her hevur áhuga. "Nina, nina, nái" og virksemi hjá Kára og bólkinum Enekk er so stórt arbeiði, at kønur ummælari eigur at viðgera hetta verk burturav, tá jólini eru farin aftur um bak. Nú eisini Axel Tórgarð er aktuellur við ikki færri enn trimum Shakespeare-týðingum er hóskiligt at leita fram orð útvarpsstjórans í innganginum til "Morgunlestrar" Tórgarðs, sum komu í 1987: "Meðan Axel hevur skrivað, hevur Útvarpið savnað sangupptøkur av allari sálmabókini, og soleiðis hevur alt verið hond í hond at gera lurtararnar kunnugar við øll sálmaløgini í okkara ungu sálmabók. Axel hevur brotið upp úr nýggjum, og mong eru tey, sum hava ynskt sær at átt hansara morgunlestrar. Nú fáa tey teir". Soleiðis skrivaði Niels Juel Arge táverandi útvarpsstjóri. Eitt frálíkt mentunarsýni. Hond í hond. Jólatrøll Stjørnurnar vísa veg Líkst inn í handlarnar >>Eg skal hava eini kynsliga Eggjandi undirklæði: Einar langsokkar við lykkjum Og einar brósthaldarar stødd ð-skál Alt í reyðum liti<< Segði málføringurin við krambakvinnuna >>Vit eiga bara c-skálir eftir<< Svaraði hon Stjørnurnar vísa veg Til ta seinastu jólaveitsluna Dagin eftir vaknaði hann Sum ein nakin fjølritað reyv Oddfríður Marni Rasmussen Gandur her og handan Carl Johan Jensen ummælir: Joanne Rowlings: >>Harry Potter og Vitramannasteinurin<< Gunnar Hoydal týddi Bókadeild Føroya Lærarafelags Helst eru tað fá bókmentaverk, ið fáa so bráða og alfólkaliga undirtøku so vítt um heimsins lond, sum bókarøðin hjá enska rithøvundanum Joanne Rowlings, um gandaskúlanæmingin Harry Potter. Og sum vera man verður nógv gitt um, hvussu tað kann bera til, at lesarar - og ikki bara teir sum bøkurnar eru miðaðar eftir og ætlaðar til, børn og ung, nei eisini tilkomnir lesarar - mest sum falla í burturrykking uppi yvir hesum søgunum, á hvørjum máli tær so koma út. Tí teir tíggjað sær, sum vóru teir trøllbundnir, ja hetta minnir ikki sørt um Bitlaøðina, sum leyp í ungdómin í trýssunum, so stórt er komersið um bøkurnar. Hvørja ferð ein nýggj Potterbók kemur í bókabúðirnar umgongst ikki, at høvundurin gerst umrøðuevni í virðiligum kjaksendingun á virðiligum sjónvarpsstøðum, har bert virðiligt álvarsfólk sleppur framat, ið sjáldan virðir annað orð enn tað, sum hevur við virðiligar spurningar at gera sum búskap og millumlandaviðurskifti. Í virðiligum bløðum royna virðiligir ritstjórar somuleiðis, ja enntá blaðstjórar við, at loysa gátuna um Potterfyribrigdið og hugleiða í virðiligum oddagreinum um, hvørji tey gandaráð eru, sum hava dárað teir so at teir rúka í teldurnar at kunngera fyri høgum og lágum, hvat teir halda um eitt evni, sum upp á seg, sjálvandi, einki hevur upp á seg. Ummælarar í virðiligum tíðarritum og dagbløðum, bera høvundin saman við kendar og klassiskar barnabókahøvundar sum Lewis Carrol (hann ið skrivaði Alice í undralandi), Roald Dahl o.fl. Men hvat, ið tað, námt sagt, er, sum ger gandin í Harry Potterbókunum, ið tryllir børn sum hálvvaksin í øllum heraðshornum, tað eru flest á ójøvnum máli um. Men eitt er vist og tað er, at hesar bøkurnar sláa sum er øll sølumet, so fjølmiðlaáhugin man valla fara at minka enn um sinn. Nú hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags givið út fyrstu bókina í Harry Potterrøðini Harry Potter and the Philosopher's stone í føroyskari týðing. Týðingina, ið ber heitið Harry Potter og vitramannasteinurin, hevur Gunnar Hoydal gjørt. Harry Potter og Vitramannasteinurin er ein bók, sum bregður aftur í hevdbundna frásøgn bæði so og so, men høvundurin dugir at brúka gomul pret í frásagnarlistini á hegnisligan og einskilaðan hátt. Joanne Rowlings veit út í odd og egg, hvat ið ein góð søga er og hvussu hon skal sigast. Hon evnar til eina fjølbroytta og krevjandi søgutilgongd, ið kortini er fast skipað og greið við ongum óneyðugum slankum og burturvikum. Søgan um Harry Potter og vitramannasteinin er bygd upp sum ein spennisøga, ið fer fram í einum heimi, sum í senn er handan okkara og mitt í honum eins og heimurin hjá teimum fornisku er í søgnum okkara og ævintýrum. Søguheimurin í bókini, Hogwarts skúli fyri gandakynstur og galdralist, er í mongum upp á skjøns við hesumeginheimin. Hesumeginheimurin er eftir lýsingini hjá Joanne Rowlings, ein skynsemisborin betriborgaraheimur, sum stundar eftir reglusemi, eftir at gera seg so streymlinjaðan og skilvísan sum gjørligt, ja andliga forpilkaðan. Tískil er hann lítið móttøkiligur fyri ella bart út ræðist og skýggjar tað, sum er øðrvísi ella óregluskipað, sum er ófast ella hevur bara ein evarska lítlan misvísning. Henda betriborgara-lyndskan kemur í bókini skilligast fram í Dursley-hjúnunum Vernon og Petuniu og syni teirra, tí hálvbýtta og illa vanda og spilta Dudley. Tey hata alt, ið eróvanligt. Alt sum kemur á óvart. Til teirra verður Harry Potter sendur at vera ársgamal eftir at foreldrini eru deyð undir sera gátuførum umstøðum. Tað er tó synd at siga, at Dursley-hjúnini hava hjartarúm fyri dronginum og enn minni húsrúm, tí hann noyðist øll síni barnaár at búleikast í einum skápi undir loftstrappuni hjá teimum. Dursley hjúnini eru ímyndin av einum serligum slag av hampiligheit, sum er so gudsnáðiliga hálvblint, at tað bara sær helvtina av øllum heimsins skeivleikum - ta helvtina, sum misprýðir hini. Meðan Harry Potter er hjá Dursley fólkunum verður hansara sanna natúr, gandurin, hildin niðri við øllum ráðum. Harry má harumframt tola bæði órætt og mismun í heimi teirra. Dudley, son sín, lata tey sleppa alt og fáa alt, men frá Harry tola tey ikki hálvdrigið orð og so saftarleys eru tey við hann, at tá ið hann fyllir tíggju ár fær hann bert eitt akslatræ og einar gamlar hosur hjá stjúkpápanum í føðingardagsgávu. Søgan í bókini um Harry Potter og vitramannasteinin, er skift sundur í tveir meginpartar. Fyrri parturin er um tíðina, sum Harry er hjá Dursley fólkunum. Seinni parturin er um lív hansara á gandaskúlanum. Gandaskúlin er ein í mongum og mørgum enskur kostskúlaheimur, har fastleiki og agi ráða, men har ið rúm eisini er fyri tí óvanliga, tí sum brýtur frá reglu og skynsemi - ella við øðrum orðum hugflogi og skapan. Í ein ávísan mun kann og er bókin óivað ætla at verða lisin sum ein uppvakstrarsøga. Ein søga um at koma til vits um seg sjálvan sum menniskja. Ein samanblandingur av royndskygni og ævintýri, eyðkennir, sum nevnt, bókina. Men her eru aðrir træðrir bregdaðir saman enn í teimum sokallaðu ævintýraskaldsøgunum. Ávirkan frá tí frásagnarstíli, sum sermerkir ta sonevndu magisku realismuna í verkum, sum eitt nú suðuramerikanskir rithøvundar sum Gabriel Garcia Marques lótu úr hondum í trýssunum og hálvfjersunum, men sum vit eisini kenna úr eldri verkum t.d. Meistarin og Margarita, ið russin Michael Bulgakov skrivaði í tretivunum. Tað er kortini ikki djúp speki ella søguligar, politiskar og tilverufrøðiligar hugsanir, sum eru drivfjøðurin í skrivingini hjá Joanne Rowlings, men harafturímóti hugurin at siga søgur, søgur sum fanga hugan, fyrst og fremst, tí at tær eru væl sagdar. Hetta sæst eisini aftur málsliga. Málið hon nýtur er miðvíst og skilaliga einfaldað niður til tað at dríva frásøgnina fram, men er ikki fyri tann skyld fátækt ella keðiligt. Tvørturímóti. Ta føroysku týðingina hevur Gunnar Hoydal eins og nevnt gjørt. Sum heild haldi eg at henda týðingin er á heilt góðari leið, liðilig og ikki yvirføroyskað. Tó er hon í støðum merkt av, at hon helst er gjørd í skundi, tí ymsar leiðiligar gáloysisvillur koma fyri. Eitt nú verður frú Dursley, sum í enska tekstinum verður kallað aunt Petunia, viðhvørt nevnd mostir og viðhvørt fastur. Javnan kemur eisini heldur óheppið orðabrúk fyri. T. d. stendur á bls. 132, at Harry "lá og lurtaði, hvussu Dean og Seamus (tveir skúlafelagar hjá honum) sovnaðu burtur". Móðurmálsorðabókin skilmarkar tiltakið "at sovna burtur" við orðunum: at doyggja, andast, slokna, og tað man vera dekan og rívan tikið til her. Fleiri ferðir er afturbenda fornavnið: seg, sær, sín brúkt á ein hátt, sum ger, at ilt er at vita, hvønn tað sipar til. Á bls. 143 stendur t.d. hesin setningurin: Harry sveiggjaði bólttrænum at forða fyri, at gartlan skuldi bróta sær nøsina. Tað er ikki lætt at vita um tað er nøsina á Harry ella gartluni, ið meint verður við. Summi orð eru skilliga misskilt í enska tesktinum eitt nú merkir orðið pudding (bls. 93 í upprunatekstinum) yvirhøvur tað sum etið verður omaná døgurða ella desert, men ikki buding (bls. 107 í týðingini), hóast tað eisini kann hava ta merkingina. Orðið neck á enskum (bls. 92 í upprunatekstinum) merkir hálsur ikki nakki (bls. 107 í týðingini). Orðið excitedly kann eyðvitað týðast uppøstur í onkrum høpi, men tá er tað við kynsligum undirtónum, sum eru óviðkomandi her. Orðingar í upprunatekstinum sum "he asked excitedly" (bls. 113 í upprunatekstinum) áttu at verið týddar "spurdi hann spentur" ikki uppøstur (bls. 130 í týðingini). At týða lýsingarorðið shabby nýtt um ein handil (á bls. 63 í upprunatekstinum) við orðinum niðurundirkomin (bls.72 í týðingini), haldi eg eisini vera ivasamt. Rættari hevði verið at sagt eitt nú ónossligur ella okkurt tannvegin. Aðrar kiskur í týðingini eru helst somuleiðis íkomnar, tí at ov skjótt er farið um, eitt nú tá ið setningar standa eftir á enskum í týðingini, hóast orðini eru føroyskaði. Ein orðing sum I couldn't help overhearing (bls. 115 í upprunatekstinum) verður t.d. týdd: Eg kundi ikki lata vera við at hoyra (bls. 132 í týðingini). Orðalag í upprunatekstinum sum the low rolls of thunder that started near midnight (bls. 38) ljóða í týðingini: toran, sum fór at rulla út móti midnátt (bls. 41). Viðhvørt verður eisini ligið á somu orðunum, hóast upprunateksturin ikki gevur høvi til tað t.d. á bls. 133 har sagnorðini snapped og hissed í upprunatekstinum bæði verða týdd við orðinum físti. Hesir gekkirnir og onnur smábrek og skeivleikar undantiknir, so er henda týðingin hjá Gunnari Hoydal tó yvirhøvur væl brúkilig og serliga dámar mær væl, hvussu samrøðurnar í bókini eru týddar soleiðis, at tær eins og í upprunatekstinum eru ein avgerandi táttur í persónslýsingunum. Samanumtikið haldi eg, at tað er eitt gott og tiltrongt tiltak hjá Bókadeildini at geva eina slíka bók sum Harry Potter og Vitramannasteinin út á føroyskum og eg vóni, at forlagið hevur fíggjarligar umstøður til at geva alla Harry Potter røðina út sum hon er komandi árini. Flogleysir veingir Carl Jóhan Jensen ummælir: Hanus Kamban: >>Heystveingir Sjónleikur í trimum tættum<< Mentunargrunnur Studentafelagsins Eg havi í skjótt mong ár roynt at gera mær grein fyri, hvat tað er í skrivingini hjá Hanusi Kamban, ið líkasum ger tað til eina viljagerð javnan at lesa tekstir hansara, alt teir kortini eru lagaliga vitbornir og málsliga liðiligir. Eg havi eftir førimuni roynt at fáa skil á, hvat tað er innan í mær, sum fær útloysn í vinkum og hábrøgdum serliga um nøs og munn, tá ið eg eitt eygnablunk eftir loknan lestur siti og vigi eina bók eftir Hanus Kamban í hondunum, áðrenn eg seti hana í bókhillina. Eg føli meg hálvavegna sum ein tvískinning. Bók eftir bók síðani Dóttur av Proteus (1980), grein eftir grein síðani Gud viti nær er sama óávísa lagið komið á meg, sami varhugi av, at smakkvísi mín ridlar. Leingi helt eg, at hetta mundi hvíla av tí, at aldurs- og lyndismunur gjørdu, at so nógv bar ímillum okkara bókmentaliga. Eg hugsi ikki, at eg tosi Hanusi Kamban upp á bakið, um eg sigi, at hann sum heild byggir fagurskriving sína á tað fyrndargomlu regluna hjá Aristoteles, men hon er, at skaldskapurin skal vera ein eftirmynd av veruleikanum. Sjálvur haldi eg við amerikanska yrkjaranum Ted Greenwald og halli til ta fagurfrøðiligu grundáskoðan, at skaldskapur eigur at vera um eina tíð, ið enn er ókomin, og tá ið hann er bestur um eina tíð, sum høvundurin ongantíð fer at vita av (sí The American Tree, bls. 599). Slíkt er Hanusi Kamban fjart. Hann er tað, tey kalla realistur. Tað, hann skaldar, líkist. Tað, eg sjálvur krutli, líkist ongum (og skal ikki). Eg havi sum sagt verið í iva. Ikki plágumiklum og møðsamum iva. Bara í iva. Men nú ein dagin var mær nakað fyri, sum eg helst vil líkna saman við hetta, ið Joyce nevndi epiphany, men tað er hugbirting ella opinbering. Tað var mánakvøldið í farnu viku tann 4. desember klokkan farin okkurt um ein minutt kanska og átta og fjøritiu og trý kvart sekund av ellivu. Úti var regn. Mjørki tók ljósini burtur oman eftir Villingardalsvegnum. Eg sat í stovuni hjá mær við eini lítlari, avlangari bók í aðrari hondini, nýafturlætnari, og skiftaranum til sjónvarpið í hinari. Heldur óklárur í huga. Eg kveiti at bókakáputekstinum, har orðið Heystveingir (á fransk-sinnopsgulari grund) er tikið fram við stórum stavum, meðan eg royni at finna knappin á skiftaranum, ið setur sjónvarpið á BBC-World rásina. Men tá ið ljós kom á skíggjan og tað lítla hvinið hoyrdist í tólinum, var tað ikki tíðindalesaran hjá BBC eg sá, men í einum skjótum bragdi okkurt heilt annað. Knappiliga klárnaði innanskalla og eg var so ivaleysur, sum ein sólskindagur er ljósur. Henda lítla bókin (ið sambært káputekstinum bæði speglar veruleikan, og hartil er bersøgið og speiskt) var mær munaleys og óumvarðandi. Og í sama viðbragdi sá eg og skilti, at tað er ikki royndskygnið í tekstinum hjá Hanusi Kamban, sum so, ikki tann fagurfrøðiligi munurin og ósambærið millum skrivingina hjá honum og mína egnu, men snaringin, sum royndskygnið fær í skrivingini hjá honum, sum keðir meg so tráliga og so djúpt . Tvinnanda rað av hugsanum tekur seg upp í høvdinum á mær, tá ið eg lesi Hanus Kamban. Annað ber móti bronsu. Hitt móti turrum rugbreyði. Tí øðrumegin er skrivingin hjá Hanusi Kamban onkursvegna øll á útsíðuni. So at siga tað bera útskinn. Tú kanst pikka í hana (t.d. við fremstafingri) og tað er nett sum við bronsuni (eitt nú teirri, ið ger hamin av Hans Andriasi Djurhuus í túninum norðan fyri Sjónleikarhúsið). Tú hoyrir eitt djúpt, men í sama mun tómligt ljóð innaní. Hinvegin er hon samtíðis innanheil og bert tú hvast á (t.e. sker í hana við knívi) ja, tá er tað sum við turrum rugbreyði. Vinnur eggin á skorpuni, so sært tú tað sama innan undir sum uttan - turt rugbreyð. Hanus Kamban er, samanumdrigið, sum ein snælda av mentaligum yvirlæti. Hann tvinnar saman málsligt hegni og eina (oftari enn ikki) smámunasama, men siðiliga siðaliga politiska speki. Slík skriving kann, rímiligt tað, gera sannar útsagnir, eitt nú: Lenin var ein høvuðkambur, Stalin var eitt beist, kvinnan er edilig o.s.frv., men ikki skaldskap. Men aftur til ta lítlu og avlangu bókina. Fyrr í heyst varð kunngjørt, hvør ið hevði vunnið í teirri leikritakapping, sum Leikpallur Føroya skrivaði út fyri rúmum ári síðani. Summi av teimum innsendu leikritunum fingu ikki fyrstu virðisløn og eitt teirra var leikritið Heystveingir eftir Hanus Kamban, har nocturna 21 í C-moll dvølur yvir hendingunum sum eitt fleyr av melankoli, sambært káputekstinum á teirri avlangu bókini, sum Mentunargrunnur Studentafelagsin hevur givið tað út í og eg, sum nevnt, sat við í aðrari hondini fyrrnevnda mánakvøld. Í Heystveingjum tekur Hanus Kamban aftur í aftur eitt evni, sum hann í skjótt mong ár hevur skitist við og man vera kunnugari við enn nakar annar, men tað eru ævisøgurnar hjá ávikavíst Janusi Djurhuus, ið hann longu hevur skrivað eitt drúgt verk um, og hinum áarstovubeiggjanum Hans Andriasi, ið hann hevur í umbúna at skriva eitt drúgt verk um. Miðjan, ásurin, sum Heystveingir melur á, er tó Hans Andrias. Leikurin fer fram á einum vegamóti í lívinum hjá tí vinsæla skaldinum og pallurin er stovan í húsunum hjá Hans Andriasi og garðurin uttanfyri (ella grasplenan). Bakstøðið er í stuttum hetta: Búskaparkreppan, sum rakti føroyska samfelagið so meint í tretivunum, er í hæddini. Samstundis ger ein áður ókend og nærlíka nask atfinningarsemi, ið m.a. Christian Matras slóðaði fyri, av álvara vart við seg við krøvum um dygd og eitt støði í føroyskum bókmentum, ið stendur mát við tað, sum yrkt og skrivað varð í londunum uttan um okkum. Í leikinum (sum helst eisini í veruleikanum) svíður henda nýggja kravsemin at Hans Andriasi. Hann hevur nýliga givið út yrkingasavnið Yvir teigar og tún og í einum bersøgnum og tiltiknum ummæli eftir Christian Matras (í Varðanum, 1936), stendur hann fyri skotum - og tað eru eingin strokskot. Men verri er í væntu. Hans Andrias liggur á ferð niður til Danmarkar á Læraraháskúlan í Keypmannhavn, har hann skal vera í eitt ár, og kvøldið fyri sum leikurin fer fram, hevur hann hildið skilnaðarveitslu (ella avskeðsveitslu) fyri vinum og kenningum heima hjá sær. Men best sum er, gerst óvist, um hann sleppur avstað, tí afturat tí sjálvsiva og teirri kvøl, tað hevur elvt honum, at nýggja bókin varð so tómliga móttikin, verður hann nú yvirtikin av kvíða og stúringum um síni peningaligu viðurskifti. Atvoldin í hesum er ein barndómsvinur, Sofus í Kollafirði, ein revur av einum vinnulívsmanni, ið ikki hevur alt úr góðum króki og er líka orðhavin og lættlyntur, sum hann er ábyrgdarsørur og lúnskur. Sofus hevur nakrar mánaðir frammanundan lokkað eina undirskrift á ein veksil frá tí hjartagóða og góðvarna skaldinum. Ein veksil, sum mitt í leikinum fellur til gjaldingar. Hartil er Hans Andrias eisini kroystur av bróður sínum Janusi. Janus hvørt um annað brigslar honum arv, sum beiggin skal hava fingið av órøttum eftir ein skyldmann teirra og spælir upp á tað minnimansstøðu, ið Hans Andrias sum skald heldur seg vera í mótvegis stórskaldinum Janusi. Umframt teir tríggjar Hans Andrias, Sofus og Janus, hokka tvey ung sum krákur í túni um pallin, mesta partin av leikinum. Tey eru Hjørdis, dóttir Janus Djurhuus, og drongur hennara Villi Magnussen úr Saksun. Sambært persónsyvirlitinum fremst í bókini eru tey læknalesandi (men minna í tekstinum sjálvum kortini mest um hormonvilstar og óstýriligar millumskúlanæmingar). Hanus Kamban setur sær í Heystveingjum skilliga fyrimynd eftir tí slagnum av leikritum, sum fleiri gitnir og minni kendir høvundar skrivaðu burtur úr ævisøgutilfari í fýrsunum, eitt nú Tribadernas natt eftir svian P.O. Enquist. Í leikinum hjá P.O. Enquist, ið hevur evni úr lívinum hjá Strindberg, veksur spenningurin í søgugongdini fram úr eini tvístøðu innan í persónunum. Eini tvístøðu, sum eitt nú skaplyndisbrestir og margkynjaðar átrongdir elva. Leikurin vísir og letur teir einstøku persónarnar fáa skap í samspæli og samanbrestum við hinar persónarnar, so at lesarin (ella áskoðarin) fær rúm til at uppliva, hugleiða og taka samanum sjálvur. Hjá Hanusi Kamban afturímóti er alt uttaná. Tað er onkursvegna sum spenningskveikin í leikinum er handan persónarnar og hendingarnar, ja eisini tekstin sjálvan. Sum er hann eitt undirskilt kervi, eitt út í odd og egg skilaliga savnað og bókhaldsliga uppskrivað siða- ella moralreglusavn. Tann stigvaksandi spenningur, sum Hanus Kamban í Heystveingjum unnir lesara sínum (og væntandi leikhúsgestum) at uppliva, er at verða vitni til, hvussu tað alsamt verður meiri og meiri synd í Hans Andriasi Djurhuus, so syndarliga synd, at lesarin (ella leikhúsgesturin) at enda kleimist í eini pylsupressu av samhuga og teirri hvør-ljót-er-ikki-verðin-við-hann-kenslu, ið bókmentaligur vansmakkur javnan mistekur fyri katharsis (um tað hugtakið sí Aristoteles, De Poetica, kap. 6) . Úrslitið av hesum er (ið hvussu er hjá einum, sum er ísakaldur fyri tí siðspekiliga undirspælinum), at tað drama, sum átti at verið í tekstinum, dettur niður í eitt eiti (m.a. ta fánutu royndina at skapa ein í sjónleiki nítjandualdarkendan (Ibsenskan kanska?) og dulisligan samdrátt millum Hjørdis og Hans Andrias út ígjøgnum leikin. Ein samdrátt, ið veingirnir, sum tittulin sipar til, og meylið í Hjørdis um mahogni, kattaklógv, Küssnacht o.s.frv. helst skal vera ein ímynd av). Tað hjálpir heldur ikki, at persónslýsingarnar eru so tunnligar, at vóru tær flettar av gomlum ljósmyndum við har til gjørdum amboðum, blivu tær ikki tynri. Tak eitt nú tey bæði Hjørdis og unnustan Villa. Í fyrsta lagi eru tey at vísa seg sett inn í leikin fyrst og fremst til at tosa um aðrar persónar, sum koma leikgongdini meiri ella minni við (t.e. um tey ikki spæla klaver, pikk, lofta bólt e.a.). Í øðrum lagi er tað at kalla bara ein viðfáningur, sum høvundurin við tilsvørum (og ikki minst leikleiðbeiningum) evnar at fáa fram um hesi bæði ungu fólkini, hugsanir teirra, lyndi og sínámillum viðurskifti. Hjørdis er aðra løtuna ein sorgleys og kjaftfim, men sjálvráðin borgaradóttir, og hina annaðhvørt víðsveimin ella eg-hugsi-um-mahogni-meðan-eg-spæli-Chopin-burturhugað (sum helst skal vera til vitnis um sálardýpd). Men hóast hon tveitir um seg við vaksnamannaorðum, onkrum smásannindum viðhvørt og einum sindri av sálarlæknalærdómi, evnar teksturin ongantíð at gera hana til annað enn eitt pappírsklipp av einari yvirvaksnari smágentu. Villi Magnusen er gjørdur til ein ikki minni slættligan eg-gløi-upp-á-meginskaldið-til-eg-næstan-pissi-í-buks-av-hávirðing-unglinga, ið tykist at hava lítið at gera á pallinum annars enn at eiga upptakið eftir veitsluna, sum verið hevur kvøldið fyri (t.e. um hann ikki ger spræklig lop á seg aftaná Hjørdis til at pikka hana). Okkurt erotiskt man tó, skilst, helst vera millum hesi bæði ungu eisini, tað sær jú ikki mætari út enn, at tey eru par. Men erotikkurin er eftir øðrum í verkinum, tí hevði Hanus Kamban ikki tikið tað (í bókmentum okkara kanska enn so) djarva stig at lata tey ungu bæði fevnast so tætt og gessiliga seinast í fyrsta tátti, at Villi, sum tað eitur á læknamáli, fær erectionem penis (t.e. standing ella stívan), mundi lesarin (ella leikhúsgesturin) nóg illa varnast hann. (Í hesum viðfangi er tó ikki takandi fyri, at pikkspælstuskið (eisini í fyrsta parti) gjøgnum tað tíðum ólagaliga grannalagið, føroyskt mál hevur við danskt, kanska kann skiljast sum ein kynslig tilsiping ). Janus Djurhuus fær í leikinum sama dám av pappírsklippi sum dótturin. Ein íspegil við ørmunum á lofti (sum tilskilað í leikleiðbeiningunum), sigar í hondini og munninum fullum av smámentaligum hellensk/latínsk/fronskum babbli, breggjutur og forherðaður og at enda avdottin í einum stóli. Einki øðrvísi enn hann var og er í teirri søgn, sum livir um hann á mannamunni. Hans Andrias Djurhuus er, sum longu nevnt, fyrst og fremst synd-í-tykiliga útkliptur. Hann er tað viðkvæma, hugfjara, spælandi og gávumilda skaldið, ið verður happað, fjónað og illa viðfarið av teimum, sum eru lakari menniskju enn hann. Petra kona hansara sær tó ikki út til at hava annað í leikinum at gera enn at vísa seg í hvítum kjóla og undir myrkabláum hatti. Frægasta persónslýsingin í tekstinum er óivað keipumyndin av vinnulívsmanninum Sofusi í Kollafirði, hóast hon eftir mínum tykki ber nóg so nógvan dám hesum uppi-í-hitler-fjeppandi-lortendi-sum-seinni-helst-verð-ur-í-einum-ávísum-flokki-tú-veist-klisjunum, sum vóru so vanligar í fýrsunum. Ein annar, men upp á seg minni vansi kanska við hesum verkinum er, at umframt tað undirskilda siða- ella moralkervið, er ymiskt annað undirskilt eisini. Eg hugsi her m.a. um lýsingar bæði av persónum og umstøðum, ið krevja ein forkunnleika, ið ikki hvør sum helst kann væntast at hava. Eitt nú í fyrsta tátti, tá ið Janus Djurhuus kemur inn og (sum tilskilað í leikleiðbeiningini) tekur allan pallin undir seg. Í orðunum tey bæði pápin og Hjørdis skifta sín ámillum, verður sipað til viðurskiftini millum Janus og fyrrverandi konu hansara, Onnu. Nú er ilt at vita, hvat Hanus Kamban hevur hugsað sær við hesum innskotinum í leikin (tað er ikki ávíst í leikleiðbeiningunum). Men skuldi verkið verðið tikið til sýningar, er ætlanin kanska, at gloppið millum tað, ið høvundurin veit, og tað, sum áskoðarin yvirhøvur kann hugsast ikki at vita um sambandið millum Onnu og Janus Djurhuus, helst kann fyllast við eitt nú at lora skelti niður úr erva, har neyðugar upplýsingar standa á um samlívsssøguna hjá Djurhuushjúnunum, ætt teirra v. m. Málið, ið Hanus Kamban hevur valt leikinum, og letur persónarnar tosa er eitt talumál, sum eg fyri mín part, ið hvussu er, kenni aftur frá eldri fólki í mínari tíð. Hetta málið skapar leikinum tann rætta tíðardámin, og umframt tað hevur Hanus Kamban lag á at lata munin millum bygd og bý og annan sosialan mun koma til sjóndar í málburðinum hjá teimum einstøku persónunum. Tíverri bjargar tað ikki einsamalt leikinum. Samanumtikið kann sigast, at í Heystveingjum sæst ymiskt aftur av teirri tøkni og teimum listarligu pretum, sum eitt leikrit formliga krevur, skal líkinda-verk spyrjast burturúr. Her er v.ø.o. eitt og annað uppi í, sum er í leikskaldskaparnánd, men heildin verður kortini ongantíð drama. Niðurstøðan er tí ósvitalig og greið: hvussu mangt og fródligt tað annars kann vera, ið Hanus Kamban hevur at siga um Hans Andrias Djurhuus og samtíð hansara, so ger tað í øllum førum ongan sjónleik. Verri enn so. E.S.: Aftursvør til hetta ummælið verða ikki svarað.1 Tú kanst tað tú skalt Tann politiski Jørgen-Frantz Jacobsen Jógvan Isaksen ummælir: Jørgen-Frantz Jacobsen: >>Vit skulu sjálvir<<. Greinir úr Tingakrossi 1925-1936. Turið Sigurðardóttir legði til rættis. Fannir 100 bls. Í 1929 ger Jørgen-Frantz Jacobsen í brævi til William Heinesen hesa niðurstøðu: "Bókmentir eru minni enn so nøkur heiðurstráan hjá mær, sum skal vera søgufrøðingur og politikari (um umstøðurnar loyva tað)." Men tað loyvdu umstøðurnar ikki, og hóast hann eisini tey seinnu árini skrivaði greinir - og ikki at gloyma "Færøerne. Natur og folk" - so forðaðu tuberklarnir honum í at ferðast so nógv, sum honum lysti. William Heinesen vildi annars vera við, at hevði tað borið Jørgen-Frantzi til, so hevði hann ferðast um allar heimspartar og øll høv. Í staðin hevði hann undir drúgvum sjúkralegum eitt føroyakort hangandi fyri sær á vegginum, "Den Færøske Lods" í hondini, og í huganum sigldi hann síðani millum oyggjarnar, ansaði sær sjóvarfalli og streymi og legði seg ikki at sova, fyrr enn akkerið varð kastað á tryggum stað. Í dag er Jørgen-Frantz Jacobsen gitin fyri skaldsøguna "Barbaru", sum tey seinnu árini gjørdist ein aðaltáttur í hansara skriving, men millum føroyingar úti og heima var hann stríðsmaðurin burturav fyri føroyskum sjónarmiðum. Einamest mótvegis tí danska almenninginum, sum at kalla einki visti um Føroyar, og hann dugdi sum eingin annar at fara við danskarum. Kanska tí, sum hann sjálvur segði, at hann var bæði føroyingur og danskari. Stubbar og snøklar Høvuðsavrikini á hesum bógnum eru ritgerðin "Danmark og Færøerne" 1927 og greinasavnið "Nordiske Kroniker" 1943, men harumframt stóð ein røð av greinum og stubbum í Tingakrossi árini 1925 til 1936, og tað eru hesir tekstir, sum Turið Sigurðardóttir hevur savnað undir heitinum "Vit skulu sjálvir". Tað, sum Jørgen-Frantz skrivaði til blaðið er á føroyskum, meðan tað, sum Krossur tók upp eftir donskum bløðum, ikki er umsett. Hvussu eru hesar greinir og stubbar? Jú og ja. Sumt er gott og dygt, meðan annað er løtukent og ivaleyst bara við fyri at rúgva upp. Tað dygga hevur kortini munin. William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen skrivaðu sínámillum á donskum, og sjálvvissur vildi Jørgen-Frantz vera við, at tað ikki var mangur, ið tók teir í at handfara danska málið. Hetta vistu vit. Men fongurin við nýggja savninum er, at tað vísir nútíðar lesarum, at Jørgen-Frantz Jacobsen ikki bara er ein stílmeistari á donskum, men eisini á føroyskum. Sambandsmenn eru eisini føroyingar Jørgen-Frantz Jacobsen er gløggur og dugir væl at gjøgnumgata próvførslur og samanburðir, sum hann metir burturvið. Í einari kronik hevur ein danskari drigið Føroyar upp í eina grein um San Marino í Italia, men Jørgen-Frantz vísir hesi samanbering aftur, tí San Marino er eitt landslag, meðan Føroyar eru eitt land fyri seg, og føroyingar eru eitt fólk. Hann vísir eisini á, at tú finnir ongan sambandsmann í Føroyum, sum vil vera við, at hann er danskari. Sambandsmenn siga seg eisini vera føroyingar. Tað er als ikki har, at skilnaðurin ímillum sjálvstýrisfólk og sambandsfólk finst. Skilnaðurin gongur ímillum, at sambandsmenn siga, at vit kunnu ikki klára okkum uttan pening úr Danmark, meðan sjálvstýrismenn siga, at tað ber til, og at tað undir øllum umstøðum er mannminkandi at taka ímóti nøkrum fyri einki. Tí, sum Jørgen-Frantz Jacobsen vísir á, so lata føroyingar ikki statsskatt og kunnu tí ikki siga seg hava rætt til pengar frá restini av ríkinum. Niðurstøðan hjá høvundanum er: "Tað tykist mær at vera eyðvitað, at vit her mugu royna sjálvir, um ikki fyri annað, so tí at vit noyðast." Uttan sjálvbjargni onga virðing, og vilt tú hava tað seinna, mást tú velja tað fyrra. Hann endurgevur somuleiðis ein íslending fyri at hava sagt, at tað ivaleyst hevði framt eina velduga ábyrgda-rkenslu í Føroyum at vita, at vit skulu klára okkum sjálvi. At eingin kom og loftaði. Hugburðurin hjá Jørgen-Frantzi er, at vit eiga at gera alt sjálvi, og hendan niðurstøða gongur sum eitt mantra ígjøgnum ein fittan part av tekstunum. Men Jørgen-Frantz Jacobsen gjøgnumgatar ikki bara vanafest sjónarmið hjá øðrum, hann hevur eisini ætlanir um, hvat ið kann gerast fyri at menna tann føroyska búskapin. Í einari røð av samanhangandi greinum fer hann ígjøgnum bæði statshjálp (sum ikki riggar), fíggjarviðurskiftini ("Sjálvræði fremur ríkidømi, og ríkidømi fremur sjálvræði"), at vit mugu megna sjálvi (og halda uppat at misbrúka Danmark), fiskivinnan má skipast á betri hátt (so at t.d. søluliðurin eisini er okkara), havnir og vegir mugu gerast, men ikki upp á danskan máta ("Hin danski staturin 'administrerar' dýrt"), og um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark verður loksins sagt, "at tað eisini er okkara skylda yvir fyri Danmark, at vit royna, hvat vit eru mentir." Eingir quislingar Lesarin legger merki til, at Jørgen-Frantz Jacobsen kann vera bæði speiskur og hvassur í síni skriving, men hann er ongantíð ófantaligur. Hann leggur eftir sambandshugsanini, men ikki stórvegis eftir sambandsmonnum, sum hann sigur vera líka so góðar føroyingar sum onnur. Her eru vit langt frá degnum í dag, har summi loysingarfólk skíra landsmenn, ið eru politiskt ósamdir við teirra kós, fyri svíkjarar og quislingar. Inngangurin hjá Turið Sigurðardóttir hevur tað við, sum tað seg sømir, men nakra fasta kós í endurgávum hevur hon ikki lagt seg á. Brot úr "Det dyrebare Liv" verða løgd fram á bæði føroyskum og donskum, og onnur brot eru eisini viðhvørt á donskum og viðhvørt týdd til føroyskt. Um lettisku týðingina av "Barbaru" verður sagt, at "henda týðing er ikki sprottin av filminum hjá Niels Malmros um Barbaru, men áverkað áðrenn filmurin kom." Upplýsingin kemur sum ketta upp úr høvdatrog og leggur í veruleikanum onga vitan aftrat hjá lesaranum. (Nils Malmros stavast annars uttan "e"). Men sum heild er inngangurin eitt hóvsamt yvirlit yvir lív og verk høvundans við dentinum á tí politiska Jørgen-Frantzi. Myndlist og angist Herfyri var eg til framsýning hjá Ingálvi av Reyni. Málningarnir hjá honum nema meg á ein heilt serigan hátt. Teir vekja angist í mær. Ein kvinna, sum eitur Marilyn Ferguson, sigur nakað soleiðis: Ótti er ein spurningur. Hvørjum ert tú bangin fyri og hví? Ótti er eitt skattkamar til sjálvrannsakan. Tí henda yrking: Løriftið fær skjálvtan at krúpa niður eftir bakinum sum ófrættaboð hóttir múrin laðaður innanífrá myndar svarið krógvað áðrenn spurningur var orðaður sálin brýtur út av heimleysum ótta eg varnist styrki gróðursetta í iva eg varnist lív kveikt av deyða lat fara so fæst Jóngerð Poulsen Staðið, sum ongin hevur sæð eitt lítið ummæli av nýggju fløguni hjá Eivør Pálsdóttir Petur Jensen ummælir: Seinasta sunnukvøld var konsert við Eivør Pálsdóttir niðri í Meiarínum í Havn, í samband við at hon júst hevur givið nýggja fløgu út. Konsertin var skipað soleiðis, at flestu áskoðararnir vóru innbodnir, also fólk, ið hava stuðlað útgávuni, fjølmiðlar (ið annars als ikki møttu), vinir, familja og kenningar, umframt at konertin eisini var almenn. Eg má viðganga, at hóast eg havi hoyrt hetta orkestrið spælt einar 234 ferðir eftirhondini, so var eg rættiliga spentur hetta kvøldið, tí eg hevði sum so slett ikki hoyrt nakað av fløguni, og tí var eg eitt sindur forvitin at finna út av, hvørja leið fløgan fór at traðka. Og eg má siga, at eg varð ikki vónsvikin. Konsertin, eins og fløgan, eigur teg longu frá byrjan. Ofta verður tosað um, at ein listarmaður "letur seg úr" í síni list, men hetta kvøldið kendi eg tað, sum var tað eg, áskoðarin, ið varð latin úr. Eivør byrjaði einsamøll við ófatiliga vakra lagnum "Um eg kundi kvøðið", sum tíverri ikki er við á fløguni, men aftaná hetta komu Búi Dam, Brandur Jacobsen og Mikael Blak, ið eru tann serstakliga væl spælandi og kompetenta trio'in, ið spælir tónleikin á fløguni, inn á pallin, og ferðin inn í fløguna kundi byrjað. Á konsertini høvdu tey eisini fingið avgjørt kompetenta hjálp á ljómborðinum, við tað at Magnus Johannessen spældi við í einum 3 løgum, sum hann krýndi við eini vakrari og góðari solo. Á fløguni er tað Tróndur Bogason, ið spælir hesi ljómborð. Eitt annað, sum eg haldi meg hava lagt merki til, tá eg eri á konsert við Eivør og teimum er, at tað næstan altíð er pinnastilt inni tað fyrstu longu løtuna. Næstan sum er man bangin fyri at bróta atmosferuna við onkrum óneyðugum ljóði. Men hetta er eisini styrkin, bæði við fløguni og konsertini. Tónleikurin er tættur, nakin, samansettur og heilt ómetaliga intensur, og hetta ger, at tú verður drigin innar við í tónleikin og kennir teg heima har eina løtu. Eitt av løgunum á fløgunum byrjar stuttligt nokk við orðunum "tú komst og beyð mær inn, til staðið, sum ongin hevur sæð". Hetta er ein kensla, sum eg haldi sermerkir tónleikin og sangirnar hjá Eivør Pálsdóttir. Eitt, sum altíð hevur undrað mong er, hví Eivør hevur valt at spæla hetta slag av tónleiki, ið mest kann kallast nýmótans jazzur/vísufólkaligur tónleikur, tá hon hevur eina rødd, ið saktans kundi borið hana langt inn í poppheimin. Til hetta svarar Eivør, at hon við síni fyrstu fløgu heldur vil sleppa inn til røturnar, til har, hon kemur frá. Og hetta hevur eisini eydnast henni til fulnar, má sigast. Úrvalið av sangum á fløguni er sera spennandi, og fevnir frá glaðum popputum vísusangi, gjøgnum sopransang og vøgguvísur yvir til Kingo sang. Hetta má sigast at vera ikki lítið av einum bragdi, tá ein 17 ára gomul kvinna fær við síni rødd spent seg so víða. At hon syngur sangir hjá Regini Dahl, Hanusi Johansen, Kingo og Búa Dam, so væl, sterkt og gjøgnumført, at tú ivast til tíðir ikki í, at sálin í hesi kvinnu er elligomul. Tá hon syngur "Som den gyldne sol frembryder" hjá Kingo ljóðar tað, sum hevur hon sitið í Tjørnuvík í eini 74 ár og sungið Kingo, ella tá hon syngur "Silvurkannan", við lagnum hjá Regini Dahl, ljóðar tað, sum hevur hon sungið sopran á hægsta støði. Men tey allar sterkastu løgini, sum sita eftir, eru fyri mær vøgguvísurnar. Fyrst er tað "Lítla barnið", ið er ein vøgguyrking, sum Sædis, mamma Eivør, hevur skrivað til síni børn, og er hetta eisini ein vøkur staðfesting av, at venda aftur til sínar røtur, at syngja eitt lag, sum mamman, har hon kemur frá, hevur skrivað. Síðani er tað vísan "Jesuspápin", sum Búi Dam hevyr skrivað yvir eina vísu, hann lærdi sum smádrongur. Hetta er, eftir míni persónligu meting", kanska tann allarvakrasta vøgguvísan, sum nakrantíð er skrivað. Hvussu hon fangar andan í hesum lítla drongi, ið sendir eina bøn til ein Jesuspápa, áðrenn hann fer at sova, men samstundis fangar hon eisini kenslur, sum øll vaksin kenna til. Men hetta er, sum áður sagt styrkin á fløguni. Henda fløga hevur, meiri enn fleiri aðrar, megnað at fangað ein anda, sum liggur í sangunum. Ein andi, ið er djúpt rótfestur í teirri føroysku sálini, og ein arvur, sum vit alt og ofta gloyma at vit hava fingið. Tí er henda fløga eisini neyðug. Tónleikurin er ikki til spillis. Ein kundi ofta havt hug at hildið, at allir hasir jazzarnir hava alt ov góðan hug at reypa og tvætla og improvisera í allar ævir, men soleiðis er als ikki á fløguni. Tónleikurin er beinrakin, nakin, tættur, turrur og erligur. Her eru ongar óneyðugar finessur, sum ongum øðrum siga, enn tónleikarum sjálvum. Men har er eisini ein broddur, ella eitt slag av dirvi. Serliga hugsi eg um sangin, sum Pól F. hevur skrivað "Føroyar, mín móðir", sum Eivør hevur gjørt eitt nýtt lag til. Her flippar tónleikurin eitt sindur út í byrjanini, og eg verði ikki kløkkur, um onkrir av føroysku mentanaroddafiskunum allarhelst fer at krympa endatarmin tá hann hoyrir tað. Men hetta prógvar eisini, at tey standa við sín tónleik, og framføra hann eins nakið og erligt og tey gera á konsertum. Fløgan er upptikin so gott sum live (beinleiðis) øll sum hon er. Onkrar hissini røddir og okkurt annað petti er tikið upp aftan á. Men donsku teknikarnir hava við sera stórum hegni megna at sett eina fløgu saman, sum ljóðar heilt ótrúliga væl. Hon ljóðar so turr, at man næstan heldur Eivør standa inni í stovuni hjá tær og syngja. Tey vóru niðri í ein góðan mánaða og tóku upp, mest orsakað av at teir, sum eru so týdningarmiklir sum guitaristar og bassistar funnu út av, at tað hevði verið eitt hugskot at skorið seg í hendurnar, og hetta seinkaði gongdina so mikið, at Hans Nielsen, ið átti studio, og stóð fyri tí mesta mátti leypa frá, og aðrir komu til, men hetta hevur ongan skaða gjørt. Kenslurnar, eg siti eftir við, bæði aftaná konsertina seinasta sunnukvøld, og her í kamari mínum, eftir at hava hoyrt fløguna nakrar ferðir eru fleiri. Millum annað kann eg við einum lítlum skálkasmíli staðfesta, at Eivør og tey prógva, at sorgblídni ikki er nakað neiligt og niðurbrótandi hugtak, men nakað, sum kanska er tað vakrasta, sum er til. Løg, sum "Ástarstund", "Randaðu rósur", "Jesuspápin" hava til dømis øll heilt jaligar tekstir, men verða í framburði, bæði í sangi og tónleiki, latnir í eitt sorgblídni, ið spøkir inni í tær, soleiðis at tú hoyrir sangirnar fyri tær leingi aftaná at fløguspælarin er sløktur. Tí vil eg ráða fólki til at ogna sær hetta petti av føroyskari tónleikasøgu, og kanska enntá fara á konsert í Gøtu í annaðkvøld. Lat tíni egnu oyru og sinni verða førd inn í ein stað, sum tú ikki hevur sæð, men sum onnkursvegna altíð hevur vitað, var til. Óli P. NATO-marran NATO-marran Jenis spyr løgmann um NATO framvegis hevur loyniætlanir viðvíkjandi Føroyum Týsdagur 19. des. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Góðu tíðirnar halda fram Búskaparráðið roknar við, at stóri vøksturin í búskapinum heldur fram eina tíð afturat. Higartil hevur vøksturin ikki havt trupulleikar við sær, og neyðugt er tí ikki við inntrivum júst nú Góð gongd er í føroyska búskapinum og roknast kann við, at stóri vøksturin heldur fram eina tíð afturat. Hetta sigur Búskaparráðið millum annað í nýggjari frágreiðing, sum júst er komin. Føroyski búskapurin er eftir øllum at døma ikki komin í eina javnvág eftir kreppuárini enn, hóast vit eru komin væl á veg í framleiðslunøgd. Enn er vøksturin ov stórur til at kunna kallast javnvágsvøkstur, sigur Búskaparráðið. Orsøkin til ójavnvágina er serliga, at fæfeingið framvegis er í holt við at laga seg til fylgjurnar av ójøvnu gongdina í búskapinum seinastu árini - fyrst við ógvusligu niðurgongdini undir kreppuni, og síðani við stóru framgondini seinastu trý-fýra árini. Meira goldið í løn Løngjaldingarnar fyrstu 11 mánaðirnar í ár eru 10% hægri enn tær vóru í fjør, tá tær vuksu við góðum 7 % sammett við 1998. Ferðin í búskapinum er sostatt ikki minkað, og lítið er, sum bendir á, at hon fer at minkað næsta árið, sigur Búskaparráðið. Framgongd er í øllum pørtum av búskapinum, men tað er serliga vinnulívið á landi, sum hevur stóra vøkstur í løtuni. Enn liggja lønirnar væl niðanfyri tær í grannalondunum, men stendur búskaparligi byrðurin við, kann væntast eitt ávíst trýst á lønirnar. Ikki neyðugt við tiltøkum Búskaparráðið heldur ikki, at tað enn er orsøk til at taka stig fyri at minka um ferðina á búskapinum. Ferðin í búskapinum er í stóran mun grundað á vanligar marknaðarmekanismur - góðan fiskiskap, góðan fiskaprís og ein framhaldandi stóran tørv á íløgum eftir kreppuna, sigur Búskaparráðið, sum heldur at eingin orsøk er til at gera inntriv í løtuni. Hinvegin er neyðugt, at fíggjarpolitikkurin heldur ikki verður lakari, tí at økja um eftirspurningin, sum longu er ríkiligur, fer bara at økja trýistið á framleiðslusektorin, tað almenna og viðskiftini við útheimin, sigur Búskaparráðið. Búskaparráðið Búskaparráðið er sett sambært løgtingslóg og skal koma við frágreiðingum og tilmælum um búskaparligu viðurskiftini í landinum. Í Búskaparráðnum sita Hermann Oskarson, cand. polit, sum er formaður, John P. Danielsen, cand. polit., Una Joensen, cand. oecon, Marner Jacobsen, cand. Oecon, Anfinn Olsen, reiðari, Anna Kass, M. Sc. í búskapi og Elisabeth Gaardbo, siviløkonomur. Skrivari hjá ráðnum er Jóannes Jacobsen, cand. Oecon. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Friðarligt kring landið Hóast nógvar veitslur eru í tíðini undan jólum, og nógv fólk eru í kátum lag, hava løgreglan í Runavík og á Tvøroyri eingi mál havt at taka sær av um vikuskiftið. Hvørgin av politistøðunum hevur tikið nakran fyri at koyra við kenning, sum vandi annars kundi verið fyri hesa ársins tíð. Vit hava verið nógv úti, men vit hava ikki havt fyri neyðini at taka nakran, verður sagt av politistøðini á Tvøroyri. Í Eysturoynni hevur eisini verið friðarligt hjá politinum. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Jenis vil hava illgruna avsannaðan Jenis av Rana spyr løgmann, um hann við fullari trygd kann vissa løgtingið um, at Føroyar og føroyingar ikki eru við í nýggju rakettverjuætlanini hjá USA Jenis av Rana hevur nú latið løgtinginum fyrispurning um nýggja rakettskjøldurin hjá USA. Fyrispurningurin er stílaður løgmanni, sum verður spurdur, um hann við fullari vissu kann tryggja løgtinginum, at Føroyar og føroyingar ikki eru við í nýggju rakettverjuætlanini hjá USA. Upprunin til fyrispurningin hjá Jenisi av Rana er ein fundur, sum var hildin fyri norðurlendskum politikarum í amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, síðst í oktober mánaði. Skakandi svar Á hesum fundi gjørdist lívligt kjak um nýggju rakettverjuna, sum Grønland í hvussu so er skal verða partur av. Jenis av Rana spurdi sembætisman í Pentagon, um Føroyar vóru við í ætlanini. Svarið, mær var givið, var skakandi, sigur Jenis av Rana í viðmerkingunum til fyrispurningin. Vil hava trygd Embætismaðurin noktaði fyri, at Føroyar vóru partur av ætlanini, men hann avsannaði samstundis, at tað nakrantíð hevði verið nøkur herstøð í Føroyum. Hetta er beinleiðis ósatt, vísir Jenis av Rana á. Tað er við hesum í huga, at hann spyr løgmann, um hann kann veita løgtinginum fulla vissa fyri, at føroyingar, uttan at vita tað, longu eru partar av framtíðarætlanum hjá amerikumonnum. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Manningin fekk neyðuga hvíld Skipari og manning fingu ásettu hvílitíðina, tá Smyril gjørdi fleiri eykatúrar til Klaksvíkar í november mánaði, sigur Strandferðslan Strandfaraskip Landsins hava sent Sjóvinnufyrisitingini skriv í sambandi við ein klagu um vantandi hvíldartíð umborð á Smyrli. Smyril gjørdi í november mánaði og fyrst í hesum mánaðinum eykatúrar til Klaksvíkar, tí Dúgvan var til umvælingar á skipasmiðjuni í Havn. Hetta hevði við sær meira sigling hjá Smyrli, og Sjóvinnufyrisitingin hevur fingið eina klagu um, at reglurnar um hvíldartíð hjá skipara og manning ikki vórðu hildnar undir hesi sigling. Hesum vísir Strandafaraskip Landsins aftur. Óhepnar skuldsetingar Starvsfólkadeildin á Strandferðsluni hevur saman við skipsleiðsluni á Smyrli gjørt eitt yvirlit yvir arbeiðstíð og hvílitíð umborð á Smyrli. Hetta yvirlit umfatar tíðarskeiðið frá 10. til 16. november, tá nógva siglingin fór fram. Sambært hesum yvirliti fingu skipari og manning kravdu 70 hvílitímarnar um vikuna, og tí staðfestir Strandferðslan, at ásetingarnar um hvílitíð eru hildnar undir siglingini. Strandferðslan metir, at tað er óheppið fyri trygdararbeiðið á stovninum, at slíkar skuldsetingar alment verða settar fram, uttan at verða grundgivnar, siga Strandfaraskip Landsins í skrivinum. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Stórur vøkstur í byggivinnuni Lønargjaldingar í byggivinnuni øktust við einum fjórðingi fyrstu 9 mánaðirnar í ár sammett við í fjør Stórur vøkstur er í byggivinnuni. Lønargjaldingarnar innan hesa vinnu øktust við heili 24 prosentum fyrstu 9 mánaðirnar í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør. Hetta er á leið sami vøkstur, sum var frá 1998 til 1999. Eftirspurningurin er stórur, meðan útboðið hevur ilt við at fylgja við, so tørvur er á bæði sethúsum og íbúðum, sigur Búskaparráðið í nýggju frágreiðingini hjá sær. Stóri trupulleikin er helst ov lítil útstykking av grundstykkjum, men eisini tørvur á fleiri handverkarum trýstir prísirnar uppeftir. Búskaparrráðið mælir til, at talið av útstykkingum til grundstykki verður økt, og harafturat heldur ráðið, at almenn ella privar íbúðarbygging er ein møguleiki, sum higartil ikki hevur verið nýttur í nóg stóran mun. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Almenna skuldin minkar Almenna nettoskuldin kemur í ár væntandi niður um 2 milliardir krónur Almenna nettoskuldin er nógv minkað seinnu árini, og hon kemur væntandi niður um tvær milliardir krónur í ár. Hetta staðfestir Búskaparráðið í nýggjari frágreiðing, sum júst er komin. Almenna bruttoskudlin var 1. januar í ár umleið 6,9 milliardir krónur - 5,7 mia. uttanlands og 1,2 mia. í Føroyum. Av hesum skyldaði landskassin 5 mia. og kommunurnar 1,6 mia., meðan almennir stovnar - serliga Landsbankin og Húsalánsgrunnurin, skyldaðu 300 milliónir krónur. Almenna nettoskuldin er nógv minkað seinastu árini og var við árslok 1999 mett til 2,5 mia. krónur. Nettoskuldin kemur tí væntandi niður um 2 mia. í hesum árinum. Landskassin skyldaði við ársbyrjar 4,3 mia. netto, kommunurnar 1,3 mia., meðan almennir stovnar áttu 3,1 mia. kr. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Drigin út í tún og avbukaður Leygarkvøldið varð eitt skelkandi kvøld hjá Mouldi Manai, sum eigur matstovuna Rio Bravo og náttklubban, Manhattan, í Havn. Ein óður maður dróg hann út í túnið eg bardi hann av við einum stórum træskafti Leygarkvøldið verður eitt kvøld, sum Mouldi Manai í Havn seint fer at gloyma. Tí hetta kvøldið fekk hann ein avsmurning, sum hann ikki hevur fingið áður. Tað var ein maður, sum dróg hann út í túnið og sló hann við einum stórum træskafti. Eg var hálaður út í túnið og bukaður av við einum træskafti, greiðir Mouldi sjálvur frá. Hann sigur, at hann hevur tíbetur ikki fingið álvarsligan skaða av hesum, men hann hevur fingið smásnuddir allastaðni. Tilburðurin varð meldaður til løgregluna og á støðini í Havn sigur vakthavandi, at ein maður er skuldsettur fyri harðskap. Løgreglumaðurin nevnir ikki nøvn, men hann sigur, at maðurin er skuldsettur fyri at hava sligið ein annan við einum træskafti, sum líkist einum baseball-træi. Løgreglumaðurin sigur, at talan var heldur um skaftið á eini sleggju. Drigin út í tún Mouldi Manai sigur, at yvirhøvur eru fólk bæði fitt og hampilig, so sum heild er onki at klaga um. Men tað eru altíð nøkur, sum ikki duga at drekka og sum blíva harðlig og ikki eru grannhavandi, tá ið tey eru full. Hann sigur, at av tí, at hann stendur sum stjóri á Rio Bravo og Manhattan, áleggur skeinkiloyvið honum at vera til staðar. Samstundis eru strangar reglar fyri, hvussu nógv fólk kunnu vera inni í hølunum. Men hetta eru reglar, sum sklulu haldast og tað gera vit eisini. So var eisini leygarkvøldið. Tað vóru nøkur fólk, sum ikki kundu sleppa inn, tí tað var ov fult. Sjálvandi er altíð ringt ikki at sleppa inn og ta einu ferðina fór eg út í hurðina at hjálpa duravørinum. Tá kom ein stórur maður ímóti mær. Eg helt, at hann ætlaði sær inn, men tað gjørdi hann ikki. Ístaðin tók hann í meg og ripti hann meg út í túnið og fór at hótta meg við einum træskafti. Og so langaði hann til. Mouldi Manai sigur, at hann minnist ikki nógv, uttan tað, at hann small í túnið. Hann sigur, at ímeðan hann varð bukaður, hugsaði hann ikki um annað enn, hvussu hann kundi sleppa undan, og nær, hetta helt uppat. Kallaður alt møguligt Men hóast kropsligi skaðin ikki var so stórur, eru sárini, hann hevur fingið í sálina av hesum nógv djúpari. Hetta var eitt ræðuligt upplivilsi og nú er tað ein spurningur um, hvussu leingi eg tími at blíva við. Men Mouldi er eisini sannførdur um, at orsøkin til, at hann varð álopin, var ikki bara fyllskapur. Hatta var persónligt, tað er eingin ivi um tað. eg veit nú, at tað maðurin, sum legði á meg, stóð uttanfyri í eini 20 minuttir, tí hann skuldi hava fatur ár mær. Heldur tú, at orsøkin er, at tú ert úr Afrika og er littur? Ikki beinleiðis. Í hvussu so er ikki, tá ið fólk eru edrú, merki eg onki til tað. Men tá ið fólk verða skít, kemur tað onkuntíð fram. Tað eri eg, sum skal syrgja fyri, at reglarnar verða hildnar, Og so tá ið fólk ikki sleppa inn, tí tað er ov fult, tola tey tað ikki og kalla meg "svartan fana" og "helvitis arabari". At eg skal blíva dripin, hoyri eg minst tíggju ferðir, hvørt vikuskiftið. Mouldi Manai sigur, at var hann bangin av lyndi, hevði hann langt síðani havt pakkað saman. Hann dylir ikki fyri, at hann pínir at hoyra fólk siga slíkt. Tá ið vit eru mitt í arbeiðnum, hugsi eg ikki so nógv um tað. Men tá ið húsið er stongt og eg fái sett meg niður eina løtu, ella tá ið eg vakni aftur um morgunin eftir eina slíka nátt, sum hesa sunnunáttina, kemur alt fram fyri meg aftur. Og tá blívi eg keddur og føli meg ofta óynsktan í Føroyum. Hetta havi eg hoyrt síðani eg av fyrsta sinni kom til Evropa fyri skjótt einum lítlum mansaldri síðani. Og eg hoyri akkurát tað sama enn. Tað er onki stuttligt. Hann sigur, at hann er troyttir av hesum. og nú kemur tað mangan fyri at hann hugsar um at pakka saman og at gevast í matstovuyrkinum. Strangari eftirlit Mouldi Manai sigur, at tað kunnu ssjálvsagt verða ymsar meiningar um, at hann hevur matstovu og náttklubba. Men tey fólkini, sum gera um seg, eru ikki fólk, sum hava sitið inni hjá mær og drukkið seg full. Tað eru fólk, sum sita heima og drekka seg full og sum fara í býin at vála klokkan tvey um náttina. Hann sigur, at har, sum hann hevur verið, sleppa fólk ikki at ganga skít og mala á alfaravegi. Bæði í Tunis og í Fraklandi, har hann hevur búð, tekur løgreglan fólk, sum ganga full á alfaravegi. Tað gera myndugleikarnar fyri at byrgja fyri, at nakað skal henda og at tey fara at gera um seg. Men tað ger løgreglan í Føroyum ikki. Her kemur løgreglan ikki á staðið, fyrrenn tað longu er galið. Hevði hon ístaðin fyri gjørt eitt meiri fyribyrgjandi arbeiði og snøgt sagt tikið fólk, sum ganga skít og mala, høvdu vit havt sloppið undan nógvum trupuleikum. Tað er ikki tað at eg vil hava løgregluna at vera barnagenta hjá mær. Tað er heldur ein spurningur um at løgreglan í einum landi skal verða barnagenta hjá sínum egna fólki. John Johannessen - john@sosialurin.fo Løgmaður ovfarin av Nyrup Anfinn Kallsberg skilir ikki pástandin hjá Poul Nyrup Rasmussen um, at teir báðir hava avtalað at samráðast um nýggja heimastýrisskipan. Løgmaður staðfestir einaferð enn, at aðalmál landsstýrisins er fullveldi Brævið, sum Poul Nyrup Rasmussen sendi løgmanni hósdagin, hevur ført til rættuliga ørkymlan í Tinganesi. Í brævinum sigur danski forsætisráðharrin, at løgmaður á fundi í Reykjavík 5. november hevur skotið upp, at landsstýrið og danska stjórnin skulu samráðast um eina nýggja heimastýrisskipan. Og í sama sambandi ger danski forsætisráðharrin greitt, at hetta merkir, at bæði fólkarættarliga og statsrættarliga støða føroyinga verður verandi tann sama. Hetta kann løgmaður als ikki góðtaka, tí sambært honum er einki samsvar millum hesa útmelding og tað, sum hann og danski forsætisráðharrin tosaðu um á fundinum í Reykjavík 5. november. Eg eri líka ovfarin av brævinum sum øll onnur. Eg veit ikki, um danski forsætisráðharrin ætlar at fáa øði í grindina einaferð afturat, ella hann ætlar at seta kílar inn millum flokkarnar í Føroyum, sigur Anfinn Kallsberg Ætlanin heldur fram Hóast brævið frá danska forsætisráðharranum ger løgmaður greitt, at landsstýrið framvegis arbeiðir eftir tí leistinum, sum landsstýrið kunnaði um á tíðindafundi 2. november. Landsstýrið ætlar framvegis at tøma heimastýrislógina, avlaga blokkin og at enda at halda fólkaatkvøðu um eina føroyska grundlóg. Hetta ger løgmaður eisini danska forsætisráðharranum greitt í einum skrivligum svari, sum hann eisini hevur sent fjølmiðlunum. Í bævinum til danska forsætisráðharran vísir løgmaður í trimum punktum á, hvørjar ætlanirnar hjá landsstýrinum eru. Í fyrsta punkti ger løgmaður greitt, at landsstýrið vil hava heimastýrislógina broytta, soleiðis at tað ber til at taka yvir øll mál uttan uttanríkismál, verjumál, heimarætt og hægstarætt. Í øðrum punkti sigur løgmaður, at landsstýrið vil hava partarnar at skriva undir eina yvirlýsing, har teir siga seg góðtaka eitt ynski frá føroyska fólkinum um fult sjálvræði. Í triðja punktinum sigur løgmaður, at hann vil hava ein sáttmála um at niðurlaga donsku heildarveitingina. Í sambandi við hetta vísir løgmaður á, at vit skulu hava eina fólkatkvøðu um fullveldi, tá øll málsøki eru yvirtikin og blokkstuðulin er avlagaður. Taka fullveldi Løgmaður er bangin fyri, at danski forsætisráðharrin við brævinum hósdagin aftur er farin at royna at grugga málið um føroyskt fullveldi í fjølmiðlunum. Men løgmaður ætlar sær kortini at royna at halda fram við ætlanum landsstýrissins. Ber tað tó ikki til at gjøgnumføra ætlanina, heldur løgmaður, at føroyingar mugu fara at umhugsa at taka fullveli sjálvir. John Johannessen - john@sosialurin.fo Nyrup provokerar Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, heldur brævið frá danska forsætisráðharranum vera eina provokatión og niðurgerð av øllum føroyskum sjálvstýrisstríði Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, er rættuliga argur inn á brævið, sum Poul Nyrup Rasmussen hósdagin sendi løgmanni. Hann heldur beinleiðis, at brævið er ein roynd at seta kílar ímillum samgonguflokkarnar í Føroyum. Harafturat heldur Høgni Hoydal, at danski forsætisráðharrin beinleiðis stuðlar føroysku andstøðuflokkunum. Hann tosar beinleiðis um nýggjar skipanir innanfyri ríkisfelagsskapin og um sjálvstýrislóg, vísir Høgni Hoydal á. Høgni Hoydal heldur, at fyrispurningarnir frá Jóannes Eidesgaard til bæði forsætisráðharran og Ríkisumboðið um sjálvstýrislógina eru liður í royndini at rógva inn aftur undir danskan statsrætt, har føroyingar eingi rættindi hava. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum heldur ongan iva vera um, at forsætisráðharrin roynir at sleppa sær undan tí grundarlag, sum hann longu hevur viðurkent í samráðingartilgongdini, tá hann sigur, at Føroyar fólkarættarliga og statsrættarliga verða verandi har, vit eru nú. Tí forsætisráðharrin hevur nevniliga viðurkent, at fullveldissamráðingarnar vóru á fólkarættarligum grundarlag. Høgni Hoydal nevnir at enda møguleikan fyri, at Føroyar sjálvar boða ST frá, at vit taka fullveldi. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt djúpt lágtrýst yvir Atlantshavinum, í ein útsynning sunnan úr Íslandi, stendur mest sum í stað og brúgvaløg haðani yvir Føroyum og Bretsku Oyggjunum fara spakuliga norðureftir. Næstu dagarnar liggur lágtrýstið í stað og dýpist enn meira og nýggj brúgvaløg koma seint týsdagin og mikudagin inn yvir Føroyar. Seinni í vikuni kemur eitt nýtt lágtrýst inn yvir Atlantshavið. Lýggj luft rekur inn yvir Føroyar av suðri og landsynningi, meðan køld luft nærkast Íslandi norðaneftir. Veðrið í dag: Strúkur í vindi til skrið av landsynningi, møguliga meira í hvirlum. Skýggjað og turt, men um kvøldið og náttina regn. Hitin millum 6 og 8 stig. Veðrið mikudagin og hósdagin: Hann minkar vindin niður í stívt andøvsgul til hvassan vind av suðri og landsynningi. Skýggjað, men av og á regn. Hitin millum 7 og 9 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og eystri. Skýggjað, men regn av og á, serliga leygardagin. Hitin millum 7 og 9 stig. Í gjár: Eitt djúpt lágtrýst yvir Atlantshavinum, í ein útsynning sunnan úr Íslandi, stendur mest sum í stað og brúgvaløg haðani yvir Føroyum og Bretsku Oyggjunum fara spakuliga norðureftir. Næstu dagarnar liggur lágtrýstið í stað og dýpist enn meira og nýggj brúgvaløg koma seint týsdagin og mikudagin inn yvir Føroyar. Í dag: Seinni í vikuni kemur eitt nýtt lágtrýst inn yvir Atlantshavið. Lýggj luft rekur inn yvir Føroyar av suðri og landsynningi, meðan køld luft nærkast Íslandi norðaneftir. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Tyrlan skal privatiserast Jørgen Niclasen vil hava eina føroyska tyrlu, sum seinni skal kunna privatiserast. Vinnunevndin hevur á fundi fyrrapartin í gjár viðgjørt málið um tyrlukeypið hjá Atlantsflog. Nevndin gjørdi ikki heilt, sum Løgtingið álegði henni, sigur nevndarlimur Tyrlukeyp Ein føroysk loysn í tyrlumálinum passar inn í politisku meiningarnar hjá Jørgen Niclasen, landstýrismanni, sum gongur inn fyri privatiseringum. Tað er soleiðis, váttar Jørgen Niclasen, at við at hava eitt føroyskt tyrlufelag, ber seinni til at privatisera hesa flúgvingina. Annaðhvørt við eini fullkomnari privatisering av Atlantsflogi, ella við partvísari privatisering av eitt nú bara tyrludeildini. Vinnunevndin viðgjørdi tyrlumálið á fundi fyrrapartin í gjár, og skuldi í Tingið við tí seinnapartin. Men nevndin hevur ikki gjørt alt, sum hon varð biðin um, sigur Alfred Olsen, sum umboðar Sambandsflokkin í Vinnunevndini. Heini O. Heinesen, formaður í Vinnunevndini, sigur, at nevndin hevur samtykt at strika navnið á føroyska flogfelagnum í lógartekstinum, soleiðis at Løgtingið kundi taka undir við málinum. Hann metti beint eftir fundin í Vinnunevndini, at málið kundi fara aftur í Løgtingið og verða avgreitt, sum tað liggur nú. Løgtingið hevði annars málið til viðgerðar í seinastu vikum, men sendi tað aftur í Vinnunevndini. Tingmenn vildu tá millum annað hava orðingina um Atlantsflog broytta. Óheppin orðing Tað var av nógvum tingmonnum hildið vera óheppið, at tað var beinleiðis nevnt í lógartekstinum, at tað var Atlantsflog sum skuldi keypa eina tyrlu, til at røkja flúgving fyri millum annað Vaktar- og Bjargingartænastuna við. Eisini eru summir tingmenn ónøgdir við tíðarskeiðið, nevnt er í lógaruppskotinum. Har stendur, at Atlantsflog skal hava 14 milliónir krónur árliga í 10 ár at røkja hesa tyrluflúgvingina fyri. Í tí liggja tveir spurningar, sigur Alfred Olsen, sum umboðar Sambandsflokkin í Vinnunevndini. Fyri tað fyrsta, er hann ikki heilt sannførdur um, at tað er rætt at lata hetta áramálið standa nevnt í lógini. Hann metir, at eitt styttri tíðarskeið kanska kundi verið nevnt við teirri grundgeving, at tøkniliga menningin er so skjót í dag, at um 10 ár standa vit kanska við eini ótíðarhóskandi tyrlu, sum vit ikki kunnu sleppa okkum av við, tí Løgtingið hevur bundið seg við hesi lógini. Eisini vísir Alfred Olsen á, at Løgtingið bað Vinnunevndina kanna, um talan í veruleikanum er um fjaldan fíggjarliga stuðul til Atlantsflog. Ta kanningina metir Alfred Olsen ikki, at Vinnunevndin hevur gjørt. Hinvegin vil hann als ikki gera viðmerkingar til søgur, sum eru farnar at ganga um, at talan í veruleikanum er um eina bjargingarætlan, tí Atlantsflog ikki sjálvt er ført fyri at keypa eina tyrlu til rutuflúgving innanoyggja og tí skal fáa hana sum vaktar- og bjargingartyrlu. Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður afturvísir beinleiðis øllum slíkum tosi sum ósannindum. Alfred Olsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, segði í viðtalu við Sosialin fyrrapartin í gjár, at hann seinni um dagin fór at viðgera málið við restina av tingmanning Sambandsfloksins. Manglandi prískanningar Heini O. Heinesen, formaður í Vinnunevndini, vísir á, at tað er samtykt í Løgtinginum, at lata Atlantsflogi 10 milliónir krónur í ár, sum er ein partur av teirri upphædd, sum er við í lógaruppskotinum um tyrluflúgvingina. Men formaðurin í Vinnunevndini harmast um, at ongar kanningar eru gjørdar aðrastaðni av, hvat ein slík tænasta kann fáast fyri. Men tær kanningarnar eru gjørdar, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, sum hevur lagt uppskotið um tyrluflúgvingina fyri Løgtingið. Hann sigur, at arbeiðsbólkurin, sum hevur fyrireikað keypið, hevur kannað gjølla, hvat slíkt kostar. Og landsstýrismaðurin váttar, at tænastan kundi fingist bíligari aðrastaðni, men at hann hevur valt føroysku loysnina, tí hann vil hava førleikan á føroyskar hendur. Um avtala varð gjørd við eitthvørt útlendskt tyrlufelag, sum hevði tyrlu standandi, sum kundi verið brúkt til endamálið, var ivaleyst talan um eina brúkta, niðurgoldna tyrlu. Men í hesum førinum er talan um eina nýggja, sum Atlantsflog skal keypa, sigur Jørgen Niclasen. Og tað er ein rættiliga dýr íløga. Hann vísir á, at kapital kostnaður - keypsprísur og trygging - venjingar og manningarlønir koma upp á 12,8 milliónir krónur, longu áðrenn tyrlan yvirhøvur lættir sær á. Og so kemur raksturin omaná. Jørgen Niclasen heldur fast um, at grundin til, at málið hevur skund, ikki er, at nøkur tyrla longu er keypt, uttan at tilsøgn var givin frammanundan. Men hann váttar, at ein avtalað er gjørd - sum tó ikki er undirskrivað - um eina ávísa tyrlu, sum Atlantsflog hevur fingið forkeypsrætt til. Og verður málið ikki avgreitt skjótt, er vandi fyri, at avtalan verður av ongum, og so kunnu ganga fleiri ár, áðrenn ein slík tyrla fæst aftur, sigur landsstýrismaðurin. Tað er nevniliga so, at slíkar væl útgjørdar tyrlu eru mangulvøra á marknaðinum. Bíðitíðin er long, og fleiri eru um boðið at fáa júst hesa tyrluna skilst. Talan er kortini ikki um eina spildurnýgja tyrlu, skilir Sosialurin. Men um eina trý ára gamla, sum tekniskt er so væl útgjørd, sum eingin onnur tyrla í danska kongaríkinum. Ólavur í Beiti Sjúkrastøðan í alivinnuni skjalprógvast Støðan hjá Havbúnaðarfelagnum er, at tá vit krevja eina fría marknaðaratgongd fyri fiskavørur okkara, kunnu vit ikki samstundis steingja okkum inni, skrivar Vinnuhúsið Heilsufrøðiliga avtalan við ES, sum kemur í gildi 1. februar 2001 viðførir somuleiðis broytt viðurskiftir fyri alivinnuna, tá tað snýr seg um framleiðslugrundarlagið - yngul og rogn. Alivinnan Ólavur í Beiti Ein avleiðing av tí fríu marknaðaratgongdini, er, at tað eisini verður frítt at flyta livandi yngul og rogn til Føroyar úr ES økinum, skrivar Vinnuhúsið. Einasta treytin er, at sjúkustøðan skal verða á hædd við okkara. Men sjálvt um fylgt hevur verið við í heilsustøðuni innan alivinnuna í nógv ár, so er grundarlagið ikki nóg gott til at skjalprógva heilsustøðuna. Av tí at sjúkustøðan í Føroyum ikki 'er kend', merkir hetta, at tað ikki er møguligt at avmarka innflutning, fyrr enn okkara skjúkustøði er skjalprógvað. Hetta arbeiðið er fari í gongd og tekur væntandi umleið 2 ár. Havbúnaðarfelagið heldur, at sjálvandi er ávísur - í hvussu er teoretiskur - vandi fyri, at sjúkur kunnu innflytast, og tí eigur vinnan at vísa varsemi. Hinvegin er greitt, at øll í vinnuni taka sjúkuvandar sera álvarsamt, og tí verður eingin kjansur tikin. Støðan hjá Havbúnaðarfelagnum er, at tá vit krevja eina fría marknaðaratgongd fyri fiskavørur okkara, kunnu vit ikki samstundis steingja okkum inni. Næstan øll okkara útflutningsvøra verður útflutt til ES, og vit mugu tí laga okkum eftir teimum viðurskiftum, sum fríi samhandilin setur. Vit mugu tí loysa møguligar trupulleikar innanhýsis, og tí skal sjúkrastøðan skjalprógvast sum skjótast, verður sagt á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Enn eina bók um heimbygdina Virkni høvundurin Poul Andreassen hevur skriva bók um søguna hjá Vágs Kommunu í árunum 1873-1929 Vágs kommuna 1873-1929 er heitið á bók, sum í hesum døgum er komin í bókabúðirnar. Høvundurin er Poul Andreasen, sum fyrr hevur skrivað nakrar bøkur við evni úr Vágs søgu. Henda bókin, sum er tann fyrsta av trimum, viðger Vágs kommunusøgu frá tí, at kommunulógin frá 1872 varð sett í gildi til 1929. Bókin viðger soleiðis ikki persóns- og ættarsøguna og heldur ikki vinnulívssøguna. Í 1872 fingu Føroyar eina kommunuskipan, sum býtti landið sundur í kommunalar eindir. Suðuroyar sýsla gjørdist ein kommuna við navninum >>Forstanderskabet for de forenede Sogne i Suderøs Præstegjeld<<. Vágs sókn fór burtur úr felagskommununi í 1907. Hvalbiar sókn og Froðbiar sókn vóru farnar burturúr nógv ár frammanundan. Um ta tíðina, tá ið Vágs sókn gjørdist sjálvstøðug kommuna, var Vágur ein bygd í stórum vøkstri. Nógv skip vóru í bygdini, og útróðurin bæði eystanfyri og vestanfyri øktist. Nógv fólk flutti til bygd-ina, og húsatalið vaks. Teir sum tá sótu í forstandarskapinum, sum tað varð nevnt, høvdu stórar ætlan-ir bæði við havnargerð og vegagerð. Vegagerðina varð farið í holt við beinavegin. Tann gamla, krókuta bygdargøtan, sum var, varð fullkomiliga broytt, nýggjur og eftir tátíðini breiður vegur kom í staðin. Havnargerðin kom tó at bíða í fleiri ár. Ikki fyrrenn í 1925 varð ein vinkulpierur gjørdur, nú nevnd >>gamla kai<<. Vágseiði hevði stóran stýdning fyri útróðurin í Vági, men lendingarviðurskiftini vóru vánalig. Í hes-um tíðarskeiðinum varð farið undir at gera tann stóra tráðbanan vestur í Múlagjógv, og í 1919 varð farið undir at gera tað kommunala elektrisitetverkið. Bókin er býtt sundur í tíðarskeiðini 1873-1907, 1907-1919 og 1920-1929. Í hvørjum av hesum tíðarskeiðum eru evnini m.a.: roknskapurin, kommunuvalini, skúlin, Vágseiði, vegirnir, havnin, elektrisitetsverkið og heilsuviðurskiftini. Teir sóknarstýrislimir, sum sótu í sóknarstýrinum í hesum tíðarskeiði, eru umrøddir. Aftast í bókini eru heilsuviðtøkur frá 1882, el-sáttmálin millum Tvøroyri og Vág frá 1928 og sáttmálin millum kommununa og Vilhelm Samuelsen vegformann frá 1919 og yvirlit yvir fólkatal og skattainntøkur. Høgni Hoydal Nú er ovboðið - avgerðin má takast í Føroyum Brævið frá forsætisráðharranum er ein sera stór provokasjón og ein niðurgerð av øllum føroyskum sjálvstýrisstríði. Hartil er hetta sjálvsagt ein niðurgerð av øllum tí arbeiði, sum landsstýrið hevur gjørt í fullveldismálinum. Hetta er ein staðfesting av, at vit noyðast sjálvi at taka fullveldi í Føroyum. Innihaldið í brævinum frá forsætisráðharranum má afturvíst umgangandi. Annars hava vit sagt frá okkum tjóðarrættindini og hava slept allari okkara samráðingarstøðu og søguliga møguleikan at vinna okkum fullveldi. Í brævinum sigur forsætisráðharrin seg hava avtalað víðari gongdina við løgmann á einum fundi tann 5. november 2000. Hetta er ikki rætt. Løgmaður hevu bert tosað óformelt við Poul Nyrup Rasmussen og hevur greitt honum frá nýggju fullveldisætlan landsstýrisins. Hetta við tí endamáli at fáa eina avtalu við donsku stjórnina um, at vit sjálv avrigga heimastýrislógina innan ásett áramál, lóggeva sjálv á øllum økjum, minka blokkin burtur og staðfesta okkara fullveldi, tá vit ynskja. Sjálvur tosaði eg við Poul Nyrup Rasmussen í Reykjavík tann 6. november, har eg segði honum greitt: t At vit ikki samráddust longur, tí danska stjórnin ikki viðurkennir samráðingargrundarlagið. At vit nú sjálv løgdu fullveldisætlanina til rættis og hildu fólkaatkvøðu. t At eg vónaði, at stjórnin fór at góðkenna eina avtalu um framferðarháttin. t At ongar útmeldingar áttu at vera til pressuna, fyrrenn ivamál vórðu avgreidd, tí tað fór bert at skapta ótryggleika. Seta kílar í Tí kann eg heldur ikki tulka hetta brævið øðrvísi enn sum eina roynd at seta kílar ímillum samgonguflokkarnar. Hetta skal eisini síggjast í tí ljósi, at hann tosar beinleiðis um nýggjar skipanir innanfyri ríkisfelagsskapin og um sjálvstýrislóg, sum jú er ein beinleiðis stuðul til andstøðuflokkarnar í Føroyum. Fyrispurningarnir frá Jóannesi Eidesgaard til bæði forsætisráðharran og til Ríkisumboðsmannin eru sjálvsagt liður í hesi somu royndini at rógva innaftur undir danskan statsrætt, har vit als ongi rættindi hava. Fullveldi einasta leið Við brævinum frá Poul Nyrupi, er enn einaferð skorið út í papp: At uttan fullveldi, er als ongin broyting í statsrættarligu og fólkarætarligu støðu Føroya. Uttan mun til um tað verður rópt nýskipan, sjálvstýrislóg ella okkurt heilt annað, so er hetta bert smyrsl. Tá liggur alt vald og allur avgerðarrættur hjá donskum myndugleikum. Hann sigur í brævinum: >>Færøernes statsretlige og folkeretlige status vil med andre ord være unændret, dvs. som vi kender den i dag. Hvis den færøske befolkning på et tidspunkt i fremtiden træffer beslutning om at ville udtræde af riget, vil det således efter grundloven være nødvendigt med et samtykke fra regeringen og Folketinget på dette tidspunkt.<< Hetta er júst tað, sum løgmaður, undirritaði og Helena Dam á Neystabø hava sligið rimmarfast, ikki kann góðtakast, tí so eru vit ikki viðurkend sum ein tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Støðan er greið Tí er ongin ivi um, at forsætisráðharrin roynir at sleppa sær undan tí grundarlagi, sum hann longu hevur viðurkent í samráðingartilgongdini. Nevniliga, at vit samráðast á fólkarættarligum grundarlagi við grundarlagi í sjálvsavgerðarrættinum hjá føroysku tjóðini. Hetta er tað, sum alt okkara arbeiði byggir á: t Vit hava eina púra greiða samgonguavtalu, sum sigur, at føroyingar eru tjóð, Føroyar eitt land og at fullveldið skal útinnast í verki. t Vit hava í bankaavtuluni frá 10. juni 1998 fingið eina undirskrivt frá donsku stjórnini um, at vit skulu samráðast um ein fullveldissáttmála og eina lagaliga skiftisskipan. t Vit hava eina greiða løgtingssamtykt frá 3. oktober 1998, sum sigur, at landstýrið skal samráðast um ein sáttmála, ið skipar Føroyar sum eitt land við fullveldi. t Í okkara sáttmálauppskoti, sum danska stjórnin bant seg til at samráðast um tann 17. mars 2000, stendur í sjálvum innganginum, at hetta byggir á ómissiliga sjálvsavgerðarrættin hjá føroysku tjóðini. Vit taka sjálvi avgerðina Tí má nú beinanvegin brævið hjá forsætisráðharranum greitt afturvísast. Vit noyðast sjálvi at brúka alla orkuna uppá okkara egnu fólkaatkvøðu. Vit noyðast sjálvi at taka avgerðirnar og leggja okkara egnu framtíð og okkara egnu skiftistíð til rættis. Einasta roynd, ið kann gerast, er at fáa donsku stjórnina at góðkenna okkara ætlan, um vit ikki sjálvi skulu boða ST frá hesum til av okkara eintingum. Tað er alneyðugt, at vit siga hetta púra greitt nú, tí fólk eru ørkymlað og hava brúk fyri púra klárum meldingum til tess at fullveldisætlanin kann fremjast. Rolf Guttesen 15.12.00 Sitatfusk og ósannindi frá Jens Paula Heinesen Bóltandi og skramblandi, sum var tað omanlop, kemur líkt og ólíkt, stórt og smátt, sitatir og lygnir, frustratiónir og snor frá yrkjaranum Jens Paula Heinesen í vambasíðari grein í Sosialinum 5. December. Kloddut og illa skrivað, uttan nakran reyðan tráð. Her er alt leysakastið skavað saman; tað fór í eina blandimaskinu uttan sement, í staðin fyri í eina makulaturmaskinu. Hann boksar í eyst og vest, fimur á fótum sum Muhammed Ali, næstan. Langar út eftir sambandsflokkinum og javnaðarflokkinum og øllum øðrum skilagóðum fólkum, sum ikki hava latið seg forblenda av politisku halastjørnuni, sum í dag er landsstýrismaður í loysingarmálum. JPH eigur ein heilan sekk við alverðsins sitatum. Hann fekk uppí nevan og stroyddi út á pappírið, koyrdi tey burtur, sum vóru óhóskandi. Við tveimum sitatum, annað 200 ára gamalt eftir Jørgen Landt, hitt 150 ára gamalt eftir Pløyen, kemur hann til tað niðurstøðu, ella hann heldur seg hava prógvað, at danskarar halda at føroyingar eru >>Ræddiskítar, tjóvsvætti og biddarar<<. Og hetta er sjálvandi eisini galdandi í dag, sigur JPH. JPH siterar seg sjálvan JPH er ikki smáligur og ósmæðin, tá hann fer í sitatsekkin at grópa. Her koma bæði Tacitus, Platon, Móðir Teresa, Willliam Heinesen, Jørgen Frants Jacobsen og ein JPH (???). Er hetta Jens Pauli Heinesen sum siterar Jens Paula Heinesen sjálvan? Beint aftaná Platon? Ikki sørt ósmæðið. Sitatir hava sjáldan nakað próvvirði. Og slettis ikki her. Tí hetta eru >>klipt<< sitatir, sum verða misvísandi, kanska beinleiðis lygnir. Hetta sømir seg ikki einum rithøvunda, sum vil vísa og siga okkum sannleikan. Lat meg taka eitt dømi: JPH er sitatfuskari JPH endurgevur Landt soleiðis:>>Tapperhed troer jeg ikke just at kunne rose dem for<<. (Dem, altso føringum) leggur JPH aftrat. Hetta er tað sum JPH fær burturúr einari longri frágreiðing um dygdirnar hjá føroyingum, ið sum heild er sera positiv. JPH vil fáa lesaran at trúgva, at Landt skýrdi føroyingar at vera >>ræddiskítar<<. Og hetta er ein stór lygn, harra Jens Pauli Heinesen!!! Hvat skrivaði Jørgen Landt veruliga í bókini >>Færøerne<<, útgivin í 1800? Eg loyvi mær trý longri sitat, síðu 245-46, fyri at fáa sannleikan fram: >>Færøboerne ere i almindelighed smukke og velskabte, og føre en temmelig god legems- stilling. Kuløren på deres hår er forskjellig, og det er ikke let at sige, hvilken der er den meest fremherskende, uden det skulle være den brune; deres ansigts farve er sund rød og hvid,...<< Hann heldur fram: >>Fruentimrene ere for det meste ret smukke og vel proportionerede. I henseende til indbyggernes sjele-evner, da ere de langt vittigere end man skulde vente det af så isolerede øeboere, men om de endog heri overgåe en stor del af de øvrige danske provintser, hvilket jeg ikke er langt fra at bekræfte, så har de vistnok deres naturlige frihed at takke herfor, samt den lykke ved deres daglige arbejder at kunne i samqvem underholde hinanden med deres samtaler.<< Og so koma vit til orðini, sum JPH klippur frá: >>Tapperhed troer jeg just ikke at kunne rose dem for, men de kunne vel ikke så stort fortænkes i, om de, ifald de såe nogle fjender for sig, om de, siger jeg, som uøvede og uden våben at forsvare sig med, helst søgde deres skjerm imellem fjeldene<<. Eg kundi hildið fram. Landt skrivar nógv um dygdirnar hjá føroyingum, men eisini um lýtir, har hann nevnir brennivín, øvund og sleyg. Hann sigur eisini: >>De ere religiøse og anstændige ved deres gudstjeneste<<, ...>>Fredelige og enige leve de for det meste med hinanden<<...>>Gæstfrie ere de alle efter deres lejlighed<<...>>Lykkelige ere disse øers beboere ved deres nøjsomhed<<...>>Ja, medlidende og godgjørende ere færøboerne<<....>>Redelige ere de i handel og vandel imellem dem indbyrdes<<...>>Redelighed, hjælpsomhed og godgjørenhed...<< Niðurstøðan kann bert vera, at hetta er ein maður, sum ber føroyingum alt gott. Her kemur manglandi trúvirðið hjá JPH klárt fram. Ein danskur prestur, sum næstan bara hevur gott at bera føroyingum, verður kronglaður soleiðis, at lesarin kanska heldur, at Landt bara segði, at føroyingar vóru nakrir "Ræddiskítar". Jens Pauli Heinesen er sitatfuskari, so tað ber at lygnini. Undirmenniskju Restin av greinini hjá hesum sannleiksvitni, er eitt langt álop á sambandsfólk og javnaðarfólk, sum næstan verða skýrd undirmenniskju, tí har eru so fá skald og intellektuel. Jørgen-Frants, sum skrivaði fyri ca. 80 árum síðani, verður drigin fram við sitatum, sum skulu prógva hesar frekleikar. Eru skald, rithøvundar og onnur intellektuel betri samfelagsborgarar enn arbeiðsmenn, skrivstovufólk, dekkarar og sjauførar, sum >>bara<< gera sítt arbeiði. Tað sær so út, at intelligentsian í Føroyum í dag at kalla øll somul er farin uppí halleluja-kórið. Dagarnir verða brúktir til rós og sjálvrós. Alt sum fyllir runt, skal heiðrast og kritikk-leyst forherligast. JPH tosar um at >>skapa<<. Hann hugsar bert um tað at skriva skaldsøgur og tílíkt er at skapa. Er tað at konstruera ein hekkutrolara, at sveisa stálplátur, at asfaltera veg, at skera flak, at bera postin út, at koyra bussin hjá Bygdaleiðum osfr. ikki eisini at skapa samfelagsvirði?? Neyðugt, samfelagsgagnligt arbeiði, sum er skapandi arbeiði. Men summi í intelligentsiuni halda seg kanska vera av tí betra slagnum, vera yvirmenniskju. Tví fyri!!! Umframt politisku andstøðuna, so leggur pennasveiggjandi JPH eftir teknaranum Óla Petersen, tí hesin loyvir sær at brúka sína karikaturlist til at fáa fólk at flenna í skellilátri at halastjørnuni í landstýrinum og snórahundinum hjá honum. Óli skal bukast, tí hann ikki er herðaklappari saman við JPH og øðrum intelligentsiamonnum á Parnassinum. Tvær klæntrasligar røddir Sjálvt tvær klæntrasligar røddir úr Danmark fáa av at vita. Tað er intelligentsiuni ovboði, at føroyingar, sum ikki hava adressu í Føroyum, loyva sær at hava eina meining um politisku viðurskiftini í heimlandinum (eg kann av góðum grundum ikki siga í føðilandinum). Men helst eri eg ov innbilskur, um eg haldi, at JPH hugsar um meg. Eg havi ongantíð havt "eitt sjúkligt hatur til tann eina mannin, Høgna Hoydal". Eg havi ongantíð skrivað um mannin, bert um landsstýrismannin og tann politikk, hann agiterar fyri. Eg havi aldri nevnt hansara navn í nakrari grein ella viðmerking, tí tað er hvørki fornavn ella eftirnavn ella persónin, sum eg havi loyvt mær at kritisera. Eina og aleina politikkin, sum mær ikki dámar og ikki trúgvi uppá. Politikkurin er skaðiligur fyri vanliga fólkið. Men JPH er um at fáa ein propp, tí ikki øll eru farin uppí heilagu alliansuna millum reaktionera borgaraskapin og hart rópandi intelligentsiuna. Um teir, sum muta ímóti, brúkar han pen orð sum: hysteriskar smádreingir, Goebbels, fussarí, sera illa orðað grenj, arketypisk øði. JPH hevur ikki sæð ljótari skriving, eyknevni og øgiligar pástandir, esjar av kompleksum. Hetta eru øll hansara vælvaldu, stílreinu orð. Fullveldis-klikan man vera nakað skroypilig, tá so nógv orð ofrast uppá nøkur einslig lesarabrøv, ið ikki hava føroysk frímerki, sum loyva sær at taka lut í orðaskiftinum. Einsrættingin er byrjað, bæði tann sjálvbodna og tann tvungna. Annars orki eg ikki fyri hasum ovurfølsama og kleimuta rithøvunda-skrivarínum um oyðimarkargongd og veraldarskomm, um at skíta í egið reiður, um at >>vit liva undir hesum skammiligu viðurskiftum<<. Her er vissuliga eitt ilt eyga, sum einki gott kann sjá. Tit skuldu skammast. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo TB vann uppiborið Unga TB liðið er kanska partur av oddinum, men at tær eru væl betri enn botnurin lótu tær ongan iva vera um ÍF - TB 0 - 3 (21-25, 22-25, 21-25) Flogbóltur kvinnur TB hevur ikki havt eydnuna við sær hetta kappingarárið. Ímóti Drátti vóru tær frammanfyri 2-0 men lorkaðu alt burtur og taptu. Eisini hava tær tapt tepurt fyri ÍF og Fleyr, og um tað ikki var, so hevði TB verið við í oddastríðnum. Nú liggur liðið á 4. plássi nakað aftanfyri Drátt og Mjølnir. Í hesum dystinum var liðið hjá TB væl fyri. Spælið gekk væl, og allir leikararnir kempaðu fyri hvønn einasta bólt. Liðið er rættiliga ungt og óroynt, og tí hava mistøkini verið heldur nógv, men í hesum dystinum var av tí fræga við tí. Álopsspælið er einki at reypa av, tí genturnar eru nakað varnar, tá ið tær skulu smasha, og tí manglar ofta onkur, sum kann avgera álopini. So var eisini í hesum dystinum. TB langt frammanfyri TB vísti frá fyrsta bríksli, at hesin dysturin skuldi vinnast. Alt gekk sum eftir ánni, og skjótt var munurin niður til ÍF stórur. Støðan var einaferð 18-8, men ÍF dugir eisini at spæla flogbólt, og nú kom vend í. TB-liðið steðgaði upp, og tað hevur verið gongdin í fleiri dystum. ÍF tók yvir, og skjótt stóð á jøvnum 20-20. Helen á Lakjuni, sum spælir á miðjuni hjá ÍF, fekk tær flestu hevingarnar og vann nógv. Blokkurin hjá TB megnaði ikki at steðga henni, og tí sá út sum um, at ÍF fór at taka settið. Virgar Djurhuus, venjari hjá TB, royndi at eggja sínum leikarum, og tað eydnaðist, tí TB setti ein góðan endaspurt inn, og settið varð vunnið. Í 2. og 3. setti var TB alla tíðina nøkur stig frammanfyri, men tó var alla tíðina spenningur í. Spælið var nakað deydligt, tí bæði liðini vóru varin í álopsspælinum. TB vísti í hesum dystinum, at liðið nú virkar sum ein eind. Hvør leikari kempar og tekur ábyrgd á seg, og tað hevur manglað fyrr í kappingarárinum. Hjá ÍF er spælið alt ov svingandi. Liðið hevur spælt onkrar heilt góðar dystir, men teir seinastu hava verið undir miðal. Støðan hjá ÍF líkist nógv teirri hjá TB, tí nakrir dystir hava verið javnir, men eru koppaðir skeivan veg. Liðnum manglar sjálvsálit, og tað kemur bara við einum góðum sigri, men tað má bíða til eftir jól. Tá ið kappingin verður tikin upp aftur í januar eru stigini koyrd í helvt, og tað ger, at spenningur aftur kemur í kappingina. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Ongin mótstøða frá Fleyr Gassið er farið úr gamla klassikaranum í flogbólti. Munurin millum Mjølnir og Fleyr er so stórur í løtuni, at eingin spenningur er um, hvør vinnur tá liðini hittast og tað er spell, tí tað nýtist ikki vera so Fleyr-Mjølnir 0-3 (18-25, 14-25, 15-25) Flogbóltur kvinnur Soleiðis var tað í hvussu er ikki í gomlum døgum. Tá brakaði tað í, tá liðini hittust, og áskoðarin kundi vera vísur í, at leikararnir stríddust á vøllinum. Tíverri er ein partur av hesum horvin í dag, og fyrr enn tann andin kemur aftur í leikin kemur spenningur aftur í dystirnar millum liðini. Nógv sterkari Tað er einki at dylja yvir, at Mjølnir er tað sterkara liðið í løtuni. Um tað kortini er so nógv betri, sum settúrslitini siga, er kortini ivasamt, og tí er tað helst eisini annað enn spælið, sum ger seg galdandi tá til stykkis kemur. Eingin ivi er um, at spælið hjá Mjølnir er sera væl skipað, og tað er sjáldan, at meistaraliðið úr Klaksvík spælir ein bólt yvir um netið við fingraslagnum, sum kann sláast. Tað ljóðar kanska ikki av so nógvum, men tað merkir í roynd og veru, at Mjølnir alla tíðina leggur trýst á móttøkuspælið hjá mótstøðuliðnum. Og tað var júst móttøkuspælið hjá Fleyr, sum sveik so grúvuliga leygardagin. Mjølnir legði seg eftir at trýsta Fleyr í servumóttøkuni og tað eydnaðist til fulnar í byrjanini. Kortini var tað júst í fyrsta settinum, at Fleyr so dánt kláraði at fylgja við Mjølnir, men tað var so verri enn so nóg mikið til at taka stig frá teimum. Til tað vóru klaksvíksdámurnar ov sterkar. Ikki í sterkastu uppstilling Hóast Mjølnir vann ein greiðan sigur leygardagin, so var liðið ikki komið til Havnar við sterkastu uppstilling. Vera Larsen og Tina Jacobsen vóru ikki við á liðnum og tað gav tveimum heilt óroyndum leikarum møguleikan í bestu deildini. Ein teirra var Katrin Petersen, sum spældi libero og hesum kom hon bara heilt væl frá. Og júst hetta er kanska ein annar lykil til gátuna um, hví Mjølnir so ofta vinnur á Fleyr. Tað kann vera, at tær duga betri at seta nýggjar leikarar við í røttu løtuni enn Fleyr dugir. Seinastu árini hava fleiri nýggir leikarar fingið møguleikan á besta liðnum hjá klaksvíkingum og hóast tað ikki altíð er blivið til so nógvar bóltar, so hava tær verið við, og fingið tevið av sigrinum. Júst hetta er góð barlast at hava við sær næstu ferð ein skal hitta sama liðið. Mugu leggja meira fyri Hóast tapið leygardagin, so er Fleyr enn á triðjaplássinum, nú kappingin er komin í helvt. Mjølnir og Dráttur hava 18 stig meðan Fleyr hevur tíggju. Nú vera so stigini deild við tvey og tað ger so, at munurin upp á átta stig bert verður til fýra, og tað er ikki verri enn, at tað kann heintast innaftur. Men so skal ganga væl hjá Fleyr og knappliga so væl hjá hinum báðum. Men tað er so greitt, at skal Fleyr gera sær nakrar tankar um at vinna á Mjølnir og Drátti, so skulu tær trúgva meira upp á seg sjálvar. Trúgva uppá, at tær megna at vinna á liðum, sum tær hava tapt ímóti í landskappingini í fleiri ár, og tað er ikki ómøguligt, tí tær hava jú vunnið á teimum í øðrum sambandi. Myndatxt Tað sum fyrr var klassikarin líkist nú mest einum avgreiðsluspurningi. Leygardagin hevði Fleyr ongan møguleika, tá tær dystaðust móti Mjølni Mynd: Álvur Haraldsen Sagt um dystin Marjun Kalsø, Mjølnir: Sigurin hjá okkum var ov lættur. Fleyr eigur - og plagar eisini - at geva okkum meira mótstøðu enn tær gjørdu leygardagin. Vit høvdu sagt, at vit skuldu trýsta tær við servuni frá byrjan og tað riggaði øgiliga væl, sigur Marjun. Hon heldur orsøkina til greiða sigurin vera, at tær lata Fleyr gera mistøkini og brúka orkuna upp á sítt egna spæl. Vit trýsta eisini mótstøðuliðið alla tíðina. Vit sláa meira enn tær gera, og tað merkir, at tær fáa ikki frið at byggja sítt spæl upp. Umvent sláa tær ikki nóg nógv og tað gevur okkum ta tíð vit hava fyri neyðini at fáa okkara álopsspæl at sita væl, leggur hon afturat. Mariann Øster, Fleyr Vit eiga ikki at spæla so illa sum vit gera í dag. Móttøkan fer av lagi beinanvegin og tær fáa fleiri stig á rað, og tað er ikki neyðugt. Hóast vit hanga í, so fáa vit ikki heintað handan munin innaftur og so fara vit niður við nakkanum, sigur Mariann. Hon heldur, at tað eisini hevur nakað við tað at gera, at fleyrleikararnir eru ikki nóg skjótir í at umstilla seg til broyttar umstøður. Vit avtala at spæla á ein hátt, men tá Mjølnir hevur lisið tað av, so eiga vit at broyta okkara spæl, men tann parturin svíkur. Kanska tí at vit hava ov stóra virðing fyri teimum, sigur Mariann. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo So er VÍF einsamalt Í einum røttum toppdysti, har hvørgin parturin spardi seg, eydnaðist VÍF at vinna á Stjørnuni, og harvið leggja seg einsamalt á fremsta sessin í bestu kvinnudeildini VÍF-Stjørnan 27-23 (14-12) Hondbóltur Tað er skrivað fyrr í ár, og ivaleyst verður tað nevnt nakrar ferðir afturat, tá vit koma inn í nýggja árið. Hondbóltsfepurin herjar av álvara í Vestmanna, har bæði kvinnur og menn hava verið í oddinum alt kappingarárið higartil. Spøk byrjan Leygardagin var so tann absolutti toppdysturin í kvinnudeildini, tá verandi meistararnir úr Stjørnuni komu á vitjan hjá vestmannagentunum. Higartil hevði einasti stigamissurin hjá liðunum báðum verið í innanhýsis dystinum í Klaksvík, sum endaði javnur. Sostatt tóktist mest sum greitt, at ein møguligur vinnari í Vestmanna, slapp at fara í endaspælið við hægsta stigatalinum. At byrja við var tað eisini, sum um týdningurin av dystinum tyngdi leikararnar. Serliga hjá VÍF tóktist strilti at fáa verjuna at hanga saman, og til tíðir sá mest sum ov lætt út hjá stjørnuleikarunum, tá tær runnu ígjøgnum tunnu vestmannaverjuna. Tíbetur fyri heimaliðið, so kendu gestirnir ikki vitjunartíð sína, tí stjørnurnar gjørdu óvanliga lítið av gjøgnumbrotsroyndum móti alt annað enn tryggu VÍF-verjuni. Sóleyð tók ábyrgd Eisini í álopspartinum sá tungt út hjá VÍF fyrstu løtuna. Stjørnan hevði sera væl fatur á stórskjúttanum, Ioana Rapa, og serliga var hetta Anniku Ljósstein fyri at takka. Ferð eftir ferð megnaði hon at blokka rumensku skotroyndunum, og hetta tóktist í stóran mun at ørkymla VÍF liðið. Eitt undantak var tó á VÍF liðnum, og hetta var ikki heilt óvæntað Sóleyð Mikkelsen. Í landsdystunum fyri stuttum sýndi hon, at hon als ikki himprast við, um talan er um stórdystir. Nærum einsamøll tók hon um endan í álopsspælinum, og syrgdi sostatt fyri, at meistararnir úr Klaksvík ikki ótarnaðar sluppu at renna undan. Dysturin tendraði Stjørnan helt tó eina tepra leiðslu meginpartin av hálvleikinum, men tá einir 20 minuttir vóru leiktir av dystinum, kom tó brádliga. Liðini bæði tóktust nú at hava tveitt ringastu nervarnir av sær, og serliga hjá VÍF fór nú at muna. Í verjupartinum høvdu tær nú fingið betri skil á, og í álopspartinum var smædni av álvara tveitt burtur. Seinastu løtuna av hálvleikinum fekk heimaliðið fimm mál mótvegis einsamalla málinum hjá gestunum, og kundi heimaliðið tí fara til hálvleiks við eini tvey mála stórari leiðslu. Somu styrkir Í hálvleikssteðginum mundu flestu áskoðararnir sita við kensluni av, at talan kundi gerast um ein sera góðan seinna hálvleik. Bæði hvat viðvíkti leikdygd og spenningi. Talan var jú um tey bæði fremstu kvinnuliðini í landinum, og hartil tóktust liðini eisini at standa sera væl til hvørt annað. Leikligu dygdirnar hjá báðum liðunum eru so at siga tær somu. Sterkar bakspælarar við evni til at bróta ígjøgnum, so sum Vesna Tomajek og Ioana Rapa, tó at tann seinna nevnda ikki fekk stórvegis burtur úr fyrra umfarinum. Stóri trumfurin hjá liðunum báðum hevur tó í mongum dystum verið skjótálopini. Til at seta hesi í gongd eiga VÍF-genturnar helst málverjan við bestu útkøstunum í landinum, meðan Stjørnan í øllum førum hevur bestu føroysku útkøstini í kvinnudeildini. Í báðum førum verða hesi send við kós móti kviku vongspælarunum, og eisini miðspælararnir hjá báðum liðunum tykjast ógvuliga líkar í spælistíli. VÍF tók yvir Vónirnar um ein undirhaldandi seinna hálvleik vístu seg eisini at halda, tí nú tóktist greitt, at vónin um at vinna var vorðin størri enn óttin fyri at tapa. Hjá VÍF fekk Ioana Rapa við tveimum brotskøstum beint fyri persónliga málturkinum, og hóast Stjørnan fekk fylgt við fyrstu løtuna, so tóktist greitt, at tað nú var VÍF, sum var omaná. Spakuliga øktu tær um leiðsluna, og tá eitt korter var eftir at spæla, var líkt til, at dysturin var avgjørdur. Støðan var tá 22-16 til heimaliðið, men beint sum Stjørnan var um at slókna, tók dysturin aftur eina vend. Í eini roynd at steðga álopsspælinum hjá heimaliðnum fóru tær undir at mansverja bæði Sóleyð og Ioana, og brádliga kom aftur ferð á. Áskoðararnir vóru nú eisini um at gerast heitir, og hvør í sínum lagi royndu teir at eggja liðunum báðum. Sjálvgjørt Orsøkin til, at átakið hjá Stjørnuni nú sá út til at hepnast, tóktist at vera púra greið. VÍF kundi við greiðu leiðsluni nærum spáka sigurin til høldar, men tað var júst hetta, sum tær ikki gjørdu. Ístaðin kom fleiri ferðir fyri, at álopsspælið varð forserað, og tí kundi Stjørnan fleiri ferðir fara í kontra. Sum mótvápn royndi VÍF at mansverja bæði Anniku og Vesnu, men tá tóku aðrar kreftir yvir, og spenningurin í høllini gjørdist alsamt størri. Stjørnan vann seg upp á 21-23, og at tær ikki komu nærri enn tað sama, kunnu tær einamest takka sær sjálvum fyri. Tær høvdu møguleikan at minka niður í eitt mál, men møguleikin. Ístaðin fekk VÍF aftur økt um munin, og tá Stjørnan samstundis varð rakt av eini útvísing, var tað sum um luftin fór úr ballónini. Løtu seinni fekk Annika triðju útvísingina og harvið reytt kort, og so var leyst og liðugt. Seinastu løtuna kundu VÍF aftur økja um munin, og fagnaðurin mundi ongan enda tikið, tá sigurin at enda var fingin til høldar. Alstóran týdning Umframt at sigurin setti VÍF ovast á stigatalvuna, so eigur sálarligi týdningurin av hesum ikki at undirmetast. Tær hava nú prógvað, at tær kunnu standa seg. Eisini í týdningarmiklu dystunum, og ivaleyst kann hetta verða teimum ein góð barlast, um seinasti dysturin í kappingarárinum verður avgerandi fyri FM. Ein støða, sum als ikki er óhugsandi, tí mótstøðuliðið tann 7. apríl eitur nevnliga Stjørnan. Avgerandi fyri FM tykist dysturin tó á ongan hátt at vera. Stjørnan hevur enn nógv at spæla fyri, og møguliga kunnu tær finna troyst í, at fyrsta tapið í undanfarna kappingarárið kom móti VÍF, og tá - eins og nú - var talan um seinasta dystin undan jólasteðginum. Tá endaði alt sum kunnugt við, at Stjørnan vann FM, men um hetta verður endurtikið, skal ikki gitast um her. Dysturin í tølum: Málskjúttar: VÍF: Sóleyð Mikkelsen 7(4), Ioana Rapa 5(4), Nicoleta Radu 5, Fríða Marjunardóttir 4, Nikolina Eyðbjørnsdótti 4, Randi Kúrberg 2 Stjørnan: Vesna Tomajek 7(1), Anna K. Samson 4, Annika Ljósstein 3, Vesna Radovic 2, Sólvá Eystberg 2(1), Joan M. Joensen 2, Una Olsen 2, Bára Skaale 1 Brotskøst: VÍF 8, Stjørnan 3 Útvísingar: VÍF 4, Stjørnan 5 Diskvalifikatión: Stjøran 1 (3x2 minuttir) Dómarar úr Tjaldri: Dánjal Hansen og Kári Hansen. Høvdu saman um tikið eitt gott tak á dystinum, men í einstøkum støðum høvdu teir tó trupulleikar við at halda eina linju í dømingini. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Meira enn tvær Hondbóltur Annar av venjarunum hjá VÍF, Daniel Rapa, var sum vera man fegin um sigurin á føroyameistarunum. Spurdur, hvørja sálarliga ávirkan hesin sigurin kundi hava í einum møguligum avgerandi dysti, tá Stjøran kemur til Vestmanna, vildi hann sum so ikki gera nakra viðmerking. Hinvegin helt hann, at tað fyri sjálvsálitið var av stórum týdningi, at tær megnaðu at halda fast, tá spælt varð fýra móti fýra. Vit vístu í dag, at liðið ikki bara snýr seg um tveir spælarar, men at talan veruliga er um eitt lið, og hetta var kanska tað týdningarmesta hjá okkum í dag, helt Daniel Rapa um ávirkanina av dystinum. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Tak skal á Tórsvøll Nevndin í grunninnum fyri Tórsvøll hevur samtykt, at arbeiðast skal við at gera tak yvir áskoðaraplássini, men enn er einki ítøkjuligt hesum viðvíkjandi Tórsvøllur Menn eru í løtuni í ferð við at gera bygningin við Tórsvøll kláran, og tá hetta er fingið frá hondini, verður næsta stig at fáa tak oman yvir áskoðaraplássini við vøllin. Poul Michelsen, formaður í Grunninum fyri Tórsvøll, sigur við Sosialin, at tað sjálvsagt er eitt mál í sjálvum sær at fáa tak yvir áskoðararnar. Nevndin hevur samtykt, at arbeiðast skal við at fáa fíggin til hetta, men akkurát nær og hvussu fái eg als ikki sagt, sum er, sigur Poul Michelsen. Einki áramál Spurdur um, hvussu ítøkjuligar ætlaninar hesum viðvíkjandi eru, svarar formaðurin, at í løtuni er einki fastlagt, annað enn tað at arbeitt verður við málinum. Nú eru vit so í ferð við at gera húsini klár, og ætlandi skulu vátrúminini verða klár til komandi ár. Viðvíkjandi takinum, so hava vit enn ikki avgjørt, hvussu ein slík konstruktión skal verða, og tí fái eg heldur ikki sagt nakað sum helst um kostnaðin av hesum, men tað er greitt, at vit tosa um fleiri milliónir. Hóast tað sostatt ikki verður í bræði, at takið kemur, so heldur Poul Michelsen ikki, at takið yvir vøllin liggur so øðiliga langt frammi í tíðini. Eg kann ikki seta nakað áramál á, men eg síggi hetta í øllum førum sum nakað, ið kann røkkast innan eina yvirskoðiliga framtíð, sigur Poul Michelsen at enda. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Avgjørdu í fyrra hálvleiki Uttan litaviska stórskjúttan megnaði Sóljan ikki at gera stórvegis við Neistan, sum avgjørdi alt innan eitt lítið korter í fyrra hálvleiki Sóljan-Neistin 14-24 (5-12) Hondbóltur Sum nevnt aðrastaðni á hesum blaðsíðum, so noyddist Sóljan at vera mest eyðsýnda leikaran hetta kappingarárið fyri uttan, tá tær leygardagin fingu vitjan av Neistanum. Framman undan hesum varð roknað við, at tað fór at vera sera torført hjá Sóljuni at gera nakað við Neistan, og uttan Simonu Dziugyte var so at siga einki at gera. Hevur ávirkað liðið Albert Ellefsen, sum tekur sær av vágagentunum, sigur við Sosialin, at har var ikki so nógv hjá teimum at gera. Alt hetta, sum er farið fram í vikuni, órógvaði sjálvandi spælararnar, men tað er greitt, at Neistin hevur eitt sterkari lið enn vit. Eisini um Simona er á liðnum, segði hann, uttan tó at vilja gera aðrar viðmerkingar til málið um júst Simonu. Um dystin sjálvan segði Albert annars, at tað leikaði nóg so javnt á fyrstu løtuna, men eftir at Neistin miðskeiðis í fyrra hálvleiki leyp avstað, var alt so at siga avgjørt. Við at hyggja at dómaraseðlinum sæst eisini, at Neistin hesa løtuna skeyt átta mál á rað, og tað sigur kanska eisini nakað um munin á liðunum. Skulu verja borg Nú Sóljan í nakrar mánaðir hevur roynt seg í bestu deildini, er kanska eisini náttúrligt at spyrja, hvørt tær hava vant seg við ferðina í deildini. Til hetta svarar Albert, at enn restar sjálvandi nógv í, men at tær so avgjørt eru vorðnar betri fyri. Tað at gerast betri, má sjálvandi vera aðalmálið, umframt at vit so eisini mugu royna at halda Tjaldri undir okkum, tá árið er runnið, heldur hann. Tá vit at enda spurdu, hvørjar møguleikar hann roknaði við, at Sóljan hevur fyri hesum seinasta, svaraði Albert, at tað kann kanska verða ringt at gita um. Tað veldst um so nógv, millum annað, hvat hendir við øllum hesum, sum nú er farið fram. Dysturin í tølum Málskjúttar: Sóljan: Marjun Jørgensen 8(5), Sólja Nielsen 3, Hertha Simonsen 3 Neistin: Birita Wardum 7, Súna Mørk 5(2), Annika Thomsen 4(2), Gunvør Hofgaard 3, Mildrid Jacobsen 2, Susan Brockie 2, Bjørg Patursson 1(1) Brotskøst: Sóljan 5, Neistin 6 Útvísingar: Sóljan 1, Neistin 2 Dómarar úr VÍF: Erling Heinesen og Agnar Joensen Jákup Mørk/Ivan Eginsson - jakup@sosialurin.fo Simona fer til Klaksvíkar Toppskjúttin í fremstu kvinnudeildini, Simona Dziugyte, fer í dag til Klaksvíkar, har hon ætlandi skal spæla við Stjørnuni Hondbóltur Kanska besti leikarin, sum var í Ítróttahøllini á Giljanesi leygardagin, mátti taka til takkar við einum plássi millum áskoðararnar. Simona Dziugyte hevur í tíggju dystum skotið 103 mál fyri Sóljuna, men leygardagin var hon so ikki á vøllinum. Á veg til Stjørnuna Orsøkin varð søgd at vera tann, at litaviski stórskjúttin hevði boðað liðfeløgum sínum frá, at hon ætlaði sær at spæla við Stjørnuni restina av kappingarárinum. Tá vit sunnudagin royndu at fáa viðmerkingar til hesi tíðindi, var svarið alla staðni hitt sama, nevnliga at einki var at viðmerkja, men tá vit loksins fingu fatur á spælaranum sjálvum, váttaði hon hesi tíðindi. Sjálv sigur Simona, at hon fyri stuttum boðaði nevndini í felagnum frá, at hon ynskti at sleppa úr felagnum. Serliga tí at ítróttarligu vónir hennara ikki kundu røkkast við liðnum. Onkursvegna kom hetta klaksvíkingum fyri oyra, og tá hon fekk tilboð um at koma norður at spæla, tók hon av hesum. Krevja pengar Tað sum síðani er hent í málinum, tykist vera, at Sóljan vil hava okkurt slag av samsýning fyri at lata spæliloyvi frá sær. Millum annað skal talan vera um tær útreiðslur, sum felagið hevur havt av at fáa spælararan til landið, men Simona sigur annars, at tað ikki er í stríð við felagið, at hon gevst hjá Sóljuni. Sambært hondbóltsreglunum er heldur eingin forðing fyri, at Simona Dziugyte verður á liðnum hjá Stjørnuni, næstu ferð tær skulu í eldin. Seinasti dystur hennara fyri Sóljuna var 10. desember, og tá fyrstkomandi dystur hjá Stjørnuni er 14. januar, er kravið um 30 dagar leiksteðg uppfylt. Skuldi norður í gjár Hóast tey í Klaksvík ikki vilja gera stórvegis av viðmerkingum til málið, so tykist tað at kalla greitt, at litavin nú verður at síggja á liðnum hjá teimum. Mánamorgunin segði Simona í øllum førum, at hon eftir ætlan flutti til Klaksvíkar sama dag, og í Klaksvík verða hesi tíðindi ikki avsannaði. Sum sagt, so fæst ikki stórvegis at vita um málið úr Klaksvík, men tey ásanna tó, at Simona ætlandi skal vera á liðnum, tá Stjørnan 14. januar skal til Vágs. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Tjaldur mundi steðga Kyndli Tað var um reppið, at Tjaldur skapti eina sensatión, tá teir leygardagin spældu heimadyst móti Kyndli Tjaldur-Kyndil 26-27 (15-12) Hondbóltur At lagið var gott á kyndilsmonnum, tá teir leygardagin fóru aftur til Havnar, er einki at taka seg aftur í. Teir høvdu júst annar parturin í einum dysti, sum nærum endaði við størstu sensatiónini higartil á árinum. Hvar fer Tjaldur Eftir eina heldur trilvandi byrjan, hava kyndilsmenn nevnliga fram um aðrar verið liðið, sum hevur verið mett at hava eitt orð at siga móti vestmenningum, og tí varð ikki roknað við, at Tjaldur fór at geva teimum stórvegis trupulleikar í seinasta dystinum í grundspælinum. Tað skuldi tó vísa seg, at tað var júst hetta, sum teir hjá Tjaldri megnaðu. Í hálvleikinum var Tjaldur nevnliga greitt omaná, og tað var ikki fyrr enn seinasta triðingin av seinna hálvleiki, at Kyndil vann seg fram um vertirnar. Møguliga ein avleiðing av, at Kyndil ikki tók uppgávuna í nóg stórum álvara, men so sanniliga eisini ein ábending um, at Tjaldur ætlar sær annað og meira enn leiklutin sum botnlið hetta kappingarárið. Dysturin í tølum Málskjúttar: Tjaldur: Jens Martin Knudsen 8(3), Sverri Justinussen 6, Zoran Sarcevic 6(2), Mortan Hansen 4, Svein í Heiðunum 2 Kyndil: Jónleif Sólsker 10(5), Høgni Klein 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Heini Bendtsen 3, Rúni Poulsen 2, Uni Wardum 2, Regin Petersen 2, Bjarni Wardum 2 Brotskøst: Tjaldur 6, Kyndil 6 Útvísingar: Tjaldur 5, Kyndil 2 Dómarar úr StÍF: Pole Jacobsen og Alexandur Johansen Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Neistin heldur fast Tað eydnaðist Neistanum at fáa hevnd fyri tapið móti H71 fyrr í ár, men tað stóð nógv á í samfullar 60 minuttir Neistin-H71 28-27 (13-14) Hondbóltur Einki er at taka seg aftur í, at munur er á støðuni hjá besta mansliðnum hjá Neistanum nú, samanborið við støðuna fyri góðum hálvum ári síðani. Tá var liðið júst vorðið meistarar í bestu deildini fyri fyrstu ferð í 22 ár, og í endaspælinum høvdu teir gjørt bart og vunnið allar 12 dystirnar. Í ár hevur liðið í fleiri førum havt alstórar trupulleikar, og millum annað høvdu teir tapt fyri H71 í fyrra innanhýsis dystinum. Eitt tap, sum tóktist sera svárt hjá teimum bláu. Tvey sekund frá javnleiki Leygardagin eydnaðist tað neistaliðnum at fáa hevnd fyri hetta tap, og við sigrinum heldur liðið fast um fjórða plássið, nú farið verður í holt við endaspælið. Talan var tó á ongan hátt um nakran lætt keyptan sigur hjá Neistanum í framskundaða dystinum leygardagin. Skiftandi støður gjørdu sítt til, at spenningurin ongantíð fór úr dystinum. Eina løtu í seinna hálvleiki mundu teir bláu farið avstað, men trý mál á rað frá hoyvíkingunum skaptu aftur spenning í dystin. Seinasta - og avgerandi - málið fingu neistamenn í seinastu sekundunum av dystinum. Brotskast varð dømt til Neistan, og hetta setti Jákup Sverri Kass trygt í netið til endaligu støðuna, 28-27. Fegin um stigini Maðurin, sum fekk brotskastið, var Ræni Slættanes, og eftir dystin var hann fegin um stigini, tó at hann ikki var nøgdur við spælið hjá liðnum. Vit komu illa frá byrjan, og í fyrra hálvleiki vóru tað helst hoyvíkingar, sum vóru teir betru. Orsøkin til, at tað eydnaðist okkum at vinna dystin, var fyrst og fremst einmansavrik, og har vóru tað serliga Áki Mørk og Jacob Jónsson sum gjørdu um seg. Sæð í mun til fyrra dystin móti H71, sum vit taptu, so haldi eg, at spælið hjá okkum í løtum var betri ta ferðina, men hesu ferð vunnu vit, og tað er so tað týdningarmesta, segði Ræni Slættanes at enda. Dysturin í tølum Málskjuttar: Neistin: Áki Mørk 10, Jákup Sverri Kass 7(4), Jacob Jónsson 5, Ragnar Zachariasen 3, Ári Rouch 2, Ræni Slættanes 1, Elmar Ósá 1 H71: Hallur Danielsen 7(3), Halgir Dahl-Olesen 5, Rene Dahl-Olesen 4, Annfinn N. Debess 4, Rolf Mouritsen 2, Janus Joensen 2, Stefan Dorofte 2, Olaf Vestergaard 1 Brotskøst: Neistin 4, H71 3 Útvísingar: Neistin 3, H71 1 Dómarar úr Kyndli: Dia Midjord og Gunnar Gregoriussen Carl Eli Nolsøe Samuelsen - jakup@sosialurin.fo Anand og Shirov í finaluna Fríggjadagin bleiv greitt hvørjir vunnu sær sætið í Fide-HM finaluni. Viswanathan Anand vann rættiliga trygt á Michael Adams, meðan stjørnuskotið Alexander Grischuk gav Alexei Shirov harða mótstøðu, men mátti at enda lúta. Finalan verður í døgunum 20-27. desember í Teheran, Iran Talv Hægsrataði Anand og fjórðhægstrataði Shrirov høvdu báðir sera sterka mótstøðu á veg til finaluna. Anand mátti til dømis út í langan umdyst við Alexander Khalifman, so langt at dysturin bleiv avgjørdur við snartalvi, sum Anand sjálvsagt vann. Shirov var í hvørjum dysti undan hálvfinaluni í umdysti, og tað tekur kreftir frá einum, men hann vísti hvørja ferð sína styrki og vann umdystirnir. Anand sum enn ongantíð hevur havt tittulin sum heimsmeistari, undantikið juniorheimsmeistari, hevur fingið sera góðan stuðul úr heimlandinum India ígjøgnum kappingina. Telvað hevur nevnliga verið í India, og har er hann nærum ein gudur. Samstundis sum Anand fekk hollan stuðul, so varð eisini eitt øgiligt trýst lagt á hann. Allir indar væntaðu Anand at koma víðari til finaluna, og hetta megnaði hann eisini. Eitt tekin at Anand klárar torførar uppgávur undir sera stórum trýsti. Í 1995 hevði Anand møguleikan tá hann leikti HM dyst ímóti Kasparov, men í hesum dysti varð eingin kjansur hjá honum. Ímóti Shirov er hann lítil favorittur, og Anand sum hevur ligið í topp 5 seinastu nógvu árini, hevur nógvar royndir og júst hetta kemur væntandi hansara til góðar siga talvserfrøðingar. Enn ein finala hjá Shirov Tilflutti spaniólin Shirov hevur áður leikt seg til eina HM finalu. Tað var í 1998 tá hann vann hálvfinaluna ímóti V. Kramnik og sostatt átti at møta Kasparov í finaluni í talvsamgonguni sum Kasparov tá stóð á odda fyri. Tað kom klutur í samráðingar um t. d finaluvirðislønina, og hesin dystur bleiv aldrin veruleiki. Synd fyri Shirov sum nú tvey ár seinni sá Kramnik - sum hann hevði vunnið á - vinna ein privatan HM dyst ímóti Kasparov. 1. hálvfinala Bretin Michael Adams sum eisini er millum superstórmeistarnir, fann ongan veg ígjøgnum múr Anands. Fyrsta talvið bleiv ein skjótur javnleikur, og einasta avgerandi talv í hesari hálvfinalu var annað talvi. Anand hevði hvítt og fekk fyrimun eftir at Adams hevði lukkað seg sjálvan fastan, og vann trygt. Stór frøi á indarum kring landið, og nú var leiðin sett. Triðja- og fjórða talvið endaði við javnleiki, og Anand sostatt víðari við úrslitinum 2,5-1,5. Adams fekk í hesum talvum ongantíð veruliga hótt Anand, og kanst tú ikki tað, er eingin gjøgnumvegur. Adams hevði eina góða kapping, men enn vísir Anand at vera ein ov stórur biti hjá fremsta bretska telvaranum. 2. hálvfinala Varð Anand-Adams dysturin lítið spennandi, kann avgjørt ikki sigast tað sama um Shirov-Grischuk hálvfinaluna. Báðir hesir telva vilt, og ofra gjarna materiali fyri gott spæl. Undan dystinum var mett at at 17 ára gamli Grischuk ongan livandi kjans hevði ímóti tí ellivu ára eldri Shirov, men eftir tveimum talvum teirra millum stóð á jøvnum 1-1. Nú var púra opið, men enn varð mett at Shirov fór at hála sigurin heim. Tað fyrra talvið hevði Shirov nærum útspælt Grischuk sum royndi seg við nýggjari byrjan, men tað næsta talvið trýsti Grischuk Shirov somikið at hesin gjørdi ein øgiligt mistak har hann misti rók. Triðja- og fjórða talvið blivu tvey ótrúlig talv. Í tí triðja ofraði fyrst Shirov mann fyri tvær finnur, og fekk heilt góða støðu. Síðani fann Grischuk eina neyðplan har hann mótofraði bisp fyri at finna javnleikin, og hendan plan hjá Grischuk varð somikið væl gjøgnumførd at sjálvur Kasparov hámetti henni. Men tíverri fyri Grischuk flutti hann skeiva leik í kritisku støðuni og Shirov var skjótur og vann. Grischuk hevði javnleikin í aðrari hondini, men mátti nú vinna fjórða og seinasta talvið fyri at útjavna. Shirov sum hevði svarta fólkið, varð trýstur í hesum talvi, men fann somuleiðis eina ótrúliga bjargingarætlan, sum gav honum neyðuga javnleikin. Men hevði Grischuk ikki follið í ætlan Shirovs, ja so hevði hann havt kjansir at vunnið talvið. Kvinnu HM finaluna vann kinesarin Xie Jun á Qin Kanying. Xie Jun sum hevur eitt ratingtal á 2550, endurvann sostatt tittulin. Kasparov hámetur Grischuk Kasparov hámetur spælistílin hjá bæði Shirov og Grischuk, og sigur somuleiðis at Grischuk heilt skjótt verður at finna ímillum teir heilt stóru, og tá meinar hann heimselituna. Ótrúligt hál hjá Grischuk síðani oktober mánaða, tá hann fyrst vann 3rd Tórshavn International, og síðani var við vinnandi russiska OL liðnum, har hann fekk 7,5/10 á fjórða borði. Nú varð hann millum fýra teir fremstu í Fide HM. Finalan í Iran Shirov kann hann nú saman við Anand fara til Teheran, har finalan verður leikt í døgunum 20-26. desember. Seks talv skulu leikast, og verður javnt so verður telvað kviktalvsumdystur tann 27. desember. Anand fær tískil ikki heimafyrimun, men hinvegin er trýstið á honum minka. Anand hevur betri innahýsis úrslit, men shirov hevur yvirliva nógvir torførar umdystir í hesum Fide HM, og samstundis sum Anand hevur tað fyri at kiksa í avgerandi talvum, eitt nú í Fide HM 1997, tá hann heilt óvæntað tapti ímóti Anatoly Karpov, og tískil er torført at meta um úrslitið. Fylgjast kann við á http://wcc2000.fide.com. Talvið hesa vikuna Hvussu Shirov bjargaði sær frá tapi í avgerandi fjórða talvinum. Grischuk,A (2606) - Shirov,A (2746) 2000 World Chess Champion New Delhi, Tehr. 15.12.2000 Bjargingarroyndin, sum eydnaðist. gevur Grischuk møguleika at halda fram við góðum kjansum Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Betra liðið vann Nú komið er í helvt í flogbóltskappingini, hevur ÍF sett seg tungt á næstfremsta plássið ÍF - Fram 3 - 1 25-22, 25-18, 16-25, 25-23) Flogboltur menn Javnur og spennandi dystur varð leygardagin leiktur á Kambsdali. ÍF og Fram hittust. Bæði liðini høvdu sigurin fyri neyðini, skuldi oddaliðið Mjølnir ikki sleppa alt ov langt framum. ÍF dró longra stráið. Fram byrjar væl Í 1. setti var tað Fram, sum byrjaði betur. ÍF leikararnir vóru ikki rættiliga klárir og við góðum og fjølbroyttum spæli, tók Fram seg væl framum. Sum settinum leið kom ÍF fyri seg, og spakuliga vunnu teir leiðsluna innaftur. Fram spældi ikki verri, men ÍF spældi bara betur, og endin var, at ÍF vann settið. Móttøkan hjá Fram var í hesum settinum ikki nóg góð, og tí kom Romica Pascu inn at spæla í 2. setti. ÍF bukar Fram Nú var ÍF komið við í dystin, og í 2. setti bankaðu teir Fram. Móttøkurnar hjá Fram vóru ikki nóg góðar, og leikararnir gjørdu alt ov nógv mistøk. Kenneth Neshamar, Boban Ilic og Bartal Eliasen smashaðu allir væl fyri ÍF í øllum dystinum, og teir fingu nógvar hevingar. Blokkurin hjá Fram vann alt ov lítið, og verjuspælið afturi á vøllinum gekk eisini alt ov illa. Nú mátti vend koma í hjá Fram, skuldi nakað fáast við aftur til Havnar. 3. settið var tað javnasta, og liðini fylgdust leingi. Romica Pascu í Fram fór síðan at serva, og við hørðum hoppservum vann hann 7 stig, so Fram legði seg á odda 20-15, og tað leiðsluna lótu teir ikki fara. Spennandi endi Dysturin var nú aftur javnur, og liðini stríddust manniliga í 4. sett. Leingi gekk javnt á, men so vann ÍF nøkur stig á rað og komu fram til dystarbólt 24-19. Fram royndi at stríðast, og rættiligur spenningur kom í, tí ÍF megnaði ikki at vinna seinasta stigið. Fram otaði seg longur inn á ÍF, og støðan gjørdist 24-23. Fram servar og ÍF fer í álop, men blokkurin hjá Fram steðgar álopinum. Bólturin fer ikki í gólvið, og ÍF fer tí aftur í álop, men aftur hesaferð blokkar Fram. Á triðja sinni roynir ÍF at avgera dystin, og hesaferð fer bólturin framvið blokkinum hjá Fram, men eingin kraft er í slagnum, so lætt skuldið verið hjá Fram tikið ímóti. Bólturin verður tó so mikið illa móttikin, at hann endar í antennuni á netinum, og verður tí dømtur úti, og ÍF hevur vunnið dystin. Hevði Fram bara havt vunnið tann bóltin so... Viðmerking: Rúni Weihe er liðformaður hjá Fram. Hann helt eftir dystin, at teir gjørdu ov nógv mistøk fyri at vinna. Spælið hjá okkum var sera gott viðhvørt, men so steðgar alt upp, og vit koma ikki í gongd aftur. Tað hevur verið trupulleikin í fleiri dystum. Blokkurin hjá okkum vinnur alt ov lítið, og tað leggur trýst á álopið, tí tað er har vit vinna stigini. Seinasta móttøkan var ógvuliga sigandi fyri alt verjuspælið hjá okkum, tí hatta er ein bóltur, ið ikki skal kiksast. Vit eru ikki nóg konsentreraðir og tað kostar. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Fleyr smurdir av Tað var bara í fyrsta setti at Fleyr gjørdi ein vørr. Í teimum báðum seinnu settunum var tað bara tað eina liðið á vøllinum og hóast teir ikki spílaðu seg út, vann Mjølnir ein greiðan 3-0 sigur á Fleyr í Havn Fleyr-Mjølnir 0-3 (21-25, 18-25, 13-25) Flogbóltur menn Mjølnir vann ein greiðan og uppibornan sigur á Fleyr í Havn leygardagin. Klaksvíkingar vunnu dystin 3-0 og tá fyrsta sett var farið afturum, varð munurin stórur. Í øðrum setti fekk Fleyr 18 og í triðja bert 13 stig og tí var í roynd og veru talan um ein avsmurning. Soleiðis gjørdist tað, men tað var ikki fyri neyðini. Kundi farið báðar vegir Í fyrsta setti leikaði javnt á. Liðini fylgdust ein stóran part av settinum uttan at tað eydnaðist nøkrum at sleppa frá hinum. Móti endanum av settinum fótaði Mjølnir sær kortini og fekk teir bóltarnar, sum teir høvdu fyri neyðini og so var settið heima. Í hesum settinum var spælið til tíðir sera gott, og hóast "duellirnar" kundu verið longri, so stríddust liðini óført um yvirvágina. Tá til stykkis kom, var tað í roynd og veru avgerðin sum fall, tá Mjølnir tók fyrsta setti heim. Spælið hjá Fleyr datt sundur og teir megnaðu ongantíð at rætta tað mista uppaftur, og tí gjørdist munurin bara størri. Og tað ringasta av øllum fyri teir var, at spælið hjá Mjølnir var ikki nakað at reypa av heldur. Teir gjørdu tað, sum teir høvdu fyri neyðini og ikki nógv meira enn tað. Teir trýstu Fleyr í móttøkuni og tað megnaði - tann annars so støðuga móttøkan - einki at gera við. Jóannes skaddur Eitt, sum kundi fingið týdning fyri dystin, men sum kortini ikki fekk tað, var at Jóannes Poulsen hjá Mjølnir mátti út við keiktum fóti í byrjanini av øðrum setti. Jóannes hevði leikt væl í fyrsta setti, men var so óheppin at skeikla sær fótin, og tí mátti hann fara av vølli. Havandi í huga, at munurin í fyrsta setti var lítil og skaðan, so var væntandi at Fleyr fór at gera ein vørr, men so var ikki. Rúni Elttør kom inn og hann var ein dyggur avloysari. Eingin saknur var í Jóannesi, og Fleyr smokkaði alsamt meira niður í millum. Ringa móttøkan hjá Fleyr hevði við sær, at álopið gjørdist ikki tann hóttanin sum neyðugt er fyri at vinna móti Mjølnir. Samstundis er at siga, at blokadan hjá Mjølnir kláraði seg rættiliga væl henda dagin. Ov linir í kongunum Stutta niðurstøðan eftir dystin leygardagin er, at Fleyrleikararnir vóru ov linir í kongunum. teir løgdu ikki nóg hart trýst á Mjølnir og tí fingu klaksvíkingarnri nógv lættari spæl enn neyðugt. Í staðin fyri at sláa og á tann hátt leggja trýst á Mjølnir, spældu teir bóltarnar yvir um við fingraslagnum, og tað ger tú ikki órevsaður. Mjølnir takkaði fyri og leyp á afturímóti. Úrslitið hevur við sær, at Mjølnir hevur fjúrtan stig nú kappingin er komin í helvt. ÍF kemur teimum á baki, síðani Fram og síðani Fleyr. Skal Fleyr gera sær nakrar tankar um heiðursmerkir, so skulu teir vakna úr dvala nú. Gullmerkini skulu teir gloyma alt um við tí spælinum teir vístu leygardagin, tí tað heldur ikki langt. Hinvegin vita tey flestu, og best av øllum teir sjálvir, at teir kunnu spæla nógva ferðir betri enn tað teir vístu móti Mjølnir. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Dráttur í topp - Fossanes í botn Oddaliðið Dráttur tók ímóti botnliðnum Fossanesi. Sigurin hjá Drátti var eisini greiður, og rættiliga stórur munur var á liðunum. Her skal eisini havast í huga, at á liðnum hjá Drátti spældu Marina Popovich og Helga Nordendal ikki við. Tær eru fastar á liðnum Dráttur - Fossanes 3 - 0 (25-16, 25-10, 25-17) Flogbóltur kvinnur Fossanes átti sín stóra leiklut í hesum dystinum, tí tær stríddust væl og lótu ikki Drátt fáa stigini lættliga. Fossanes megnaði at halda tørn rættiliga leingi í hvørjum setti, men at hótta Drátt megnaður tær ikki. Nøgdur hóast alt Jón Kári Frederiksen, sum venur Fossanes, er væl nøgdur við gongdina higartil í landskappingini, sjálvt um Fossanes enn ongan dyst hevur vunnið. Vit vistu, at tað fór at vera torført fyrsta árið í meistaradeildini. Eingin av leikarunum hevur roynt at spælt við í meistaradeildini fyrr, og elsti leikarin á liðnum er bara 23 ár. Men genturnar stríðast væl, og framgongdin er stór. Eg vænti, at vit fara at vinna okkurt settið skjótt, og so kanska onkur sigur kemur eisini. Genturnar eru ágrýtnar og hugagóðar, men at tapa hvørja ferð styrkir sjálvandi ikki sjálvsálitið, og tað er serliga har, liðið er veikt. Spælið hjá okkum steðgar upp, og so tapa vit ov nógv stig í einum, men alt samalt kemur við tíðini. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Endiliga ein sigur Kyndil fekk uttan stórvegis trupulleikar væntaða sigurin á Tjaldri Tjaldur-Kyndil 21-28 (10-16) Hondbóltur Kyndil fór úr aftur Runavíkini við tveimum stigum, eftir at tær uttan stórvegis hóvasták høvdu bast kvinnunum hjá Tjaldri í seinasta dystinum undan jólasteðginum. Ongantíð í vanda Hóast talan ikki var um tann øgiliga munin í málum, so kom sigurin hjá kyndilskvinnunum ongantíð í vanda. Frysta korterið leikaði annars hampuliga javnt á, men so gjørdu gestirnir eitt rættiligt hál undan steðginum, og so var at kalla leyst og liðugt. Um sigurin sum so mundi hava nakran serligan týdning fyri kyndilskvinngurnar, er ilt at siga, men undir øllum umstøðum man tað kennast fløvandi hjá teimum, nú tær aftur sluppu at vinna ein dyst. Hjá Tjaldri mugu tey bert ásannað, at heldur ikki í hesum førinum fingust stig burtur stríðnum móti einum av ovaru støddu liðunum. Hinvegin var tað helst heldur ikki móti Kyndli, at tær roknaðu við at fáa nøkur stig. Skal tilveran í bestu deildini bjargast, er tað fyrst og fremst móti Sóljuni, at roknast skal við stigum, og hetta munnu tær hjá Tjaldri eisini vera fullgreiðar um. Dysturin í tølum Málskjúttar: Tjaldur: Beinta Joensen 8(2), Mwlitza Ergic 4, Mona Langgaard 3, Turid Lamhauge 3(1), Kristina Ellingsgaard 1, Oddvá Fossdalsá 1, Ann Mari Østerø 1 Kyndil: Jórun Ludvig 6(3), Signhild Petersen 5, Brynhild Klein 5(1), Lotte Sørensen 5(1), Anita Kjærbo 4, Jensia Petersen 2, Ann Hansen 1 Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Ungu menninir aftur í eldin U-16 landsliðið skal í heyst royna seg móti Sveis og Wales, meðan U-18 liðið skal spæla móti Slovenia, Grikkalandi og Skotlandi Fótbóltur Hetta varð úrslitið, tá UEFA í november mánaði kastaði lut um, hvussu ungdómslandsliðini skuldu dystast í komandi EM-undankapping. Jógvan Martin Olsen er venjari hjá føroyska U-18 landsliðnum, og hevur harumframt ábyrgd av landsliðsarbeiðinum hjá FSF, tá talan er um yngri landsliðini. Sterk mótstøða Hóast talan at síggja til ikki er um heilt so sterk lið, sum U-18 lið okkara hevði í ár, har Italia og Ongland taldust millum mótstøðuliðini, so heldur Jógvan Martin ikki, at uppgávan nú verður munandi lættari. Tað er greitt, at talan verður neyvan um sterkari mótstøðu, men tað verður ein stórur biti kortini, heldur hann. Um dystirnar hjá U-18 liðnum, sigur hann, at talan her um javnt sterk lið. Serliga rokni eg við, at grikska liðið er sterkt, og Slovenia hevur vanliga góð ungdómslið heldur hann. Skotlandi hevur føroyska liðið roynt seg ímóti, tá talan var um U-16 landsliðið, og tá vístu teir seg í øllum førum at vera sterkir, sigur venjarin. Tað er sum so líka mikið, hvørji lið vit hitta, tí vanliga eru flestu tjóðirnar javnt sterkar. Tað eru kanska Frakland og Portugal, sum skilja seg serliga út, men annars vil talan altíð vera um sterk mótstøðulið fyri okkara viðkomandi, heldur hann. Hinvegin dylir hann heldur ikki fyri, at júst U-18 árgangurin er ein hin sterkasti, sum vit eiga. Hann vísir á, at leikararnir nú eru um at hava hampuliga nógvar altjóða dystir á baki, og at hesar royndir eru viðvirkandi til, at liðið roynist alsamt betri á vøllinum. Nakað annað er eisini tann sannroynd, at fleiri av leikarunum longu nú hava royndir frá bestu heimligu deildini. Hann vísir her á leikarar so sum Jón Róa Jacobsen, Jann Inga Petersen, Kristian á Lakjuni (fyribils givin), Hjalgrím Elttør og Símun Joensen. Alt annað líka heldur hann, at hetta átti at verið til at ment leikararnar enn meira. Nýtt lið Um vánirnar fyri dystirnar hjá U-16 liðnum, sigur Jógvan Martin, at eisini hjá teimum verður trupult. Hetta er fyrsta veruliga stigið í landsliðsfótbólti, og tí skal venjarin at kalla seta eitt nýtt lið saman út frá teimum leikarum, sum framvegis eru eftir frá liðnum í ár, sigur Jógvan Martin. Føroyingar hava eisini U-14 landslið, men hetta hevur ikki roynt seg í veruligari altjóða kapping, tó at hetta eisini er við til at geva leikarunum royndir. Uttan at kenna stórvegis til mótstøðuliðini, sum her eru Sveis og Wales, so roknar venjarin eisini her við, at talan verður um truplar uppgávur. Gongur framá Um føroyska ungdómsfótbóltin sum heild, er Jógvan Martin Olsen annars av teirri fatan, at tað gongur støðugt fram á hjá føroysku liðunum. Serliga tað tað leikararnir tora at spæla, sum er stóri munurin nú í mun til støðuni fyri fáum árum síðani. Spurdur um tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn føroyingar skapa eina sensatión við yngru liðunum, sigur hann, at tað er hann vísur í. Í nógvum førum hava vit havt sera gott tak á hinum londunum, men so hava persónlig mistøk viðført at liðið verður revsað. Vit eiga tó altíð at seta okkum sum mál at skapa okkurt óvæntað úrslit, og eg ivist ikki i, at hetta fer at koma, sigur Jógvan Martin Olsen at enda. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Bidnir aftur Tríggir ungir føroyskir fótbóltsleikarar vóru fyri stuttum í Ongalndi á venjingarferð, og felags fyri allar er, at teimum stendur í boði at koma aftur Fótbóltur Talan er um teir tríggjar, Jann Inga Jacobsen úr B68, Jón Róa Jacobsen úr HB og Inga Højsted úr B36. Teir báðir fyrst nevndu hava verið í Derby, meðan Ingi hevur verið hjá stórfelagnum, Arsenal. Ikki kann sigast annað, enn at væl hevur gingist hjá teimum trimum, og hóast teir vegna vánaligt veður ikki kundu royna seg í røttum dysti, so hava venjararnir í feløgunum í øllum boðið teimum at koma aftur til venjingar. Jákup í Stórustovu, leikaraumboðsmaður, sigur við Sosialin, at orsøkin til hetta sjálvsagt fyrst og fremst er hon, at onglendingarnir hava verið væl nøgdir við tað, sum teir higartil hava sæð. Spurdur um talan nú verður um rættiliga royndarvenjing hjá teimum trimum unglingunum, svarar Jákup í Stórustovu, at tað er kanska at siga dekan ov nógv. Sum sagt, so hava onglendingarnir verið nøgdir við tað, sum teir hava sæð higartil, og tí vilja teir fegnir síggja leikararnar eina ferð enn. Allar helst verður hetta tíðliga í komandi ári, og fyri at leikararnir skulu vera so væl fyri, sum til ber, venja teir tí við fyrsta liðshópunum hjá feløgum sínum í vetur. Hetta hava Jón Rói og Jann Ingi longu gjørt í alt ár, meðan talan er um eina nýggja støðu fyri 15 ára gamla Inga Høgsted. Jákup leggur í hesum sambandi afturat, at tað ikki bert eru hesi feløg og hesir leikarar, sum tykjast áhugaverd í so máta í løtuni. Eitt nú vísir hann á, at Jann Ingi og Ingi longu hava fingið eina innbjóðing frá PSV Eindhoven, har teir áður hava verið, og uttan at seta nøvn á sigur hann eisini, at í løtuni verður arbeitt við fyrispurningunum upp á aðrar ungar føroyskar leikarar. Nýggj verkætlan Hetta var annars seinasti partur av eini verkætlan, sum Jákup fór undir fyri góðum ári síðani. Tá vórðu fleiri ungir føroyskir leikarar valdir út, og síðani hava hesir verið runt í ymsum europeiskum feløgum og vant. Stuðlar fyri verkætlanini hava verið Føroy Shell, Føroya Sparikassi, Tryggingarfelagið Føroyar og Atlantic Airways. Hóast henda verkætlan nú er liðug, so merkir tað ikki, at arbeiðið hesum viðvíkjandi er stegða. Jákup í Stórustovu arbeiðir í løtuni við aðrari ætlan, har ein hópur, mannaður við ungum føroyskum leikarum, skal til Onglands at dystast móti ymsum liðum. Jákup sigur, at áhugin fyri hesum tykist stórur í Bretlandi, og tí væntar hann ikki, at nakrir trupulleikar verða við at finna hóskandi mótstøðu. Hvussu og nær hetta verður fyriskipað, verður helst meira at frætta um í næstum. Mikudagur 20. des. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Munandi størri ferðsla um Lorvíksfjørð Teir 11 dagarnar Ane Læsø sigldi millum Klaksvík og Fuglafjørð vóru 2500 akfør og 8855 ferðafólk Strandfaraskip Landsins hava gjørt eitt hagtalsyvirlit fyri tíðina, tá danska ferjan, Ane Læse, var avloysaraskip á Lorvíksfjarðaleiðini. Ane Læsø sigldi millum Klaksvík og Fuglafjørð, meðan Dúgvan var á sleipistøð. Í tíðarskeiðinum frá 24. november til 4. desember flutt Ane Læsø 1097 akfør og 2416 bilar. Størsti flutningurin í ein dag var 137 akfør og 298 ferðandi. Samstundis sum Ane Læsø sigldi millum Klaksvík og Fuglafjørð, røkti gamla Ternan siglingina millum Klaksvík og Lorvík. Tey bæði skipini fluttu samanlagt hesar 11 dagar 2499 akfør og 8855 ferðandi. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør var talan um 1218 fleiri ferðandi og 82 fleiri akfør. Strandferðslan var sum heild væl nøgd við Ane Læsø. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Nýggja býráðið í Klaksvík skipaði seg Mánakvøldið vóru nevndirnar í Klaksvíkar býráði valdar. Steinbjørn Jacobsen er nú formliga valdur til borgarstjóra Mánakvøldið savnaðist nýggja býráðið í Klaksvík fyri at skipa seg. Fyrstvaldi býráðslimurin, Jógvan við Keldu, hevði kallað býráðið inn, og á fundinum segði Jógvan við Keldu farvæl til borgarstjórasessin, sum nú verður yvirtikin av Steinbjørn Jacobsen. Steinbjørn Jacobsen varð valdur til borgarstjóra við teimum seks atkvøðunum hjá samgonguni. Torleif Sigurðsson varð valdur til varaborgarstjóra, og hann fekk átta atkvøður. Broyta nevndirnar Nevdirnar í Klaksvíkar býráði vórðu eisini valdar á fundinum, men tað verða gjørdar onkrar broytingar á næsta býráðsfundi. Samgongan hevur avtalað at býta mentunar- og sosialu nevnd sundur í tvær nevndir, og heilsunevndin skal framyvir kallast umhvørvis- og menningarnevndin. Borgarstjórin er sambært lógini formaður í Fíggjarnevndini, og afturat honum fara Torleif Sigurðsson, Karl Heri Joensen, Jógvan við Keldu og Hilmar K. Danielsen at sita í nevndini. Í mentunar- og sosialu nevnd var Eyðgunn Samuelsen vald til formann, og afturat henni Jórun Høgnesen, Karl Heri Joensen, Betta Joensen og Erik Andreasen. Í januar verður hendan nevndin býtt sundur, og tá skal Eyðgunn Samuelsen verða formaður í sosialu nevnd og Jórun Høgnesen í mentunarnevndini. Nýggj heilsunevnd Karl Heri Joensen verður formaður í teknisku nevnd, og í hesa nevnd vórðu eisini valdir Rani Nolsøe, Torleif Sigurðsson, Erik Andreasen og Kristian Fríðrik Olsen. Í Havnanevndina vóru vald Torleif Sigurðsson, sum skal vera formaður, Karl Heri Joensen, Jórun Høgnesen, Kristian Fríðrik Olsen og Hilmar K. Danielsen. Rani Nolsøe skal verða formaður í heilsunevndini, sum fram yvir skal rópast umhvørvis- og menningarnevndin, og saman við honum fara at sita Eyðgunn Samuelsen, Magnus Magnussen, Betta Joensen og Hilmar K. Danielsen. Sambært kunngerð skal ein av limunum í hesi nevnd verða lækni í kommununi, og tað er Magnus Magnussen. Fólkaflokkurin í andstøðu Seinastu átta árini hava Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin havt samgongu í Klaksvíkar býráði, men Fólkaflokkurin fer nú í andstøðu saman við Sambandsflokkinum og Kristiliga Fólkaflokkinum. Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava gjørt nýggja samgongu, og tað hevur millum annað við sær nýggja leiðslu í býráðnum. Steinbjørn Jacobsen hevur verið varaborgarstjóri síðani 1998, og hann tekur nú seinasta stigið upp eftir stiganum. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Skýlið í Klaksvík reist Nú verður seinasti parturin av arbeiðnum upp á skýlið við fótbóltsvøllin í Klaksvík gjørt Mánadagin var reisigildið fyri skýlinum við fótbóltsvøllin í Klaksvík. Um vikuskiftið var skýlið reist, og nú verður seinastu parturin av arbeiðnum gjørdur. Farið er undir at gera almenn toilett í niðaru hæddini, og benkur skulu eisini setast upp. Skýlið fer at standa klárt, tá fótbóltskappingini byrjar aftur í apríl mánaði, og tað verður fyri fyrstu ferð síðani í áttatiárunum, at klaksvíkingar kunnu sessast í einum skýli. Gamla skýlið fór í luftina í eini ódn seint í áttatiárunum. Fitt av fólki var til hátíðarhaldið mánadagin. Bygginevndin, borgarstjórin, umboð fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag, byggiharrin og onnur við tilknýti til skýlið. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Valið kært til landsstýrið Bygdarráðsvalið á Eiði er ikki av enn. Kæran um óreglusemi, sum send varð bygdarráðnum, er viðgjørd og avvíst av bygdarráðnum. Men hon er nú send Landsstýrinum til støðutakan Kommunuval Kommunuvalið á Eiði er ikki avgreitt enn, ein mánað eftir sjálvan valdagin. Kæran, sum send varð bygdarráðnum um óreglusemi, er nú endað í Tinganesi. Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður á Eiði, váttar, at kæra er send landsstýrinum um valið á Eiði. Kæran snýr seg um, at ein atkvøða er komin i atkvøðukassan, eftir at valbókin er skrivað. Eftir at tað er komið fram, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi, hevur hann sjálvur, saman við tí borgaranum, sum sendi fyrstu kæruna til bygdarráðið, skrivað undir kæruna, sum nú er send landsstýrinum. Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður, sigur, at kæran, sum send varð bygdarráðnum, hevur verið til ummælis hjá valnevndini. Nevndin sendi sítt ummælið aftur til bygdarráðið, sum hevði málið til viðgerðar á bygdaráðsfundi tann 12. december. Á tí fundinum vísti bygdarráðið kæruni frá sær. Men tað var kærarin ikki nøgdur við og gjørdi av at kæra víðari til landsstýrið. Kærufreistin er úti tann 26. december, sigur hans Jákup í Kollsbyrgi. Hann sigur, at hann er av teirri áskoðan, at har eru ov nógv ivamál viðvíkjandi valinum. Eitt er, at fýra rokeringar hava verið í samband við fínteljingina. Men staðfest er, at ein atkvøða er meira í atkvøðukassanum, enn valkort eru til. Og hon er heldur ikki førd í valbókina, sigur bygdarráðsformaðurin á Eiði. Tað kann geva fólki grund til at halda, at hon kann vera komin í atkvøðukassan, eftir at valið er endað, og valnevndin hevur latið bygdarráðnum atkvøðukassa og valbók. Bygdarráðsformaðurin sigur, at fyri at sleppa undan gitingum, sum av sær sjalvum koma, tá soleiðis er, hevur hann valt at almannakunngera fundarúrslitið frá 12. december við uppslagi á Eiði. Heldur ikki vil hann hava sitandi á sær, at hann sum bygdarráðsformaður hevur verið við til at gingið frá einum ivasomum valúrsliti. Hann hevur tí gjørt av, saman við øðrum borgara á Eiði, at skriva undir kæruna, sum nú er send landsstýrinum at taka støðu til. Munurin sum avger, um listi A fær seks mans valdar, og listi B fær tveir, er bara ein einsamøll atkvøða. Í løtuni er støðan tann, at tann atkvøðan er til fyrimuns fyri lista B. Eitt dømi, sum samanberast kann við støðuna á Eiði í dag, er kommunuvalið í Oyndarfirði seinast, vísir Hans Jákup í Kollsbyrgi á. Tá var fólk inni í valhølinum, meðan stongt var, og legði atkvøðuseðlar í atkvøðukssan. Har varð tó nágreiniliga greitt frá á skjali, sum lá á borðinum, hvør hevði verið og valt, og nær valt var. Kæra varð send landsstýrinum um valið, og avgjørt varð tá, at umval skuldi verða. Á Eiði er eingin slíkur seðil, men ein atkvøða meira enn innførd er, sigur bygdarráðsformaðurin. Hann metir tí, við valinum í Oyndarfirði sum dømi, at rætt er at kæra valið til landsstýrið. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Flakavirkið í Sørvági liggur stilt Einki arbeiði hevur verið á flakavirkinum í Sørvági seinastu vikurnar, meðan arbeitt verður við at fáa frystiorku inn á virkið. Eisini verður arbeitt við at umleggja fíggingina Fíggjarvánir Gólvið á flakavirkinum í Sørvági hevur verið turt seinastu tríggjar-fýra vikurnar. Orsøkin til, at virkið hevur verið stongt, er, at arbeitt verður við at útbyggja frystiorkuna, samstundis sum arbeitt verður við umfígging av felagnum, sum rekur virkið. Poul Arni Jacobsen, stjóri á Flakavirkium í Sørvági, sigur, at manglandi frystiorkan á virkinum ger tað trupult at arbeiða. Flakavirkið heldur til í leigaðum hølum á havnarlagnum í Sørvági. Inni á virkinum eru skerilinjur og frystigoymsla. Men útgerð til sjálva frystingina av lidnu vøruni manglar. So sum plátufrystarar, bandfrystarar, skáp ella hvat tað nú kann vera, sum avgjørt verður at seta upp. Tað ger, sigur Poul Arni Jacobsen, at ikki ber til at arbeiða eitt nú upsa og hýsu, sum fyri tað mesta verða seld fryst. Og saltfiski, sum annars hevur verið høvuðsframleiðslan í heyst, er ikki marknaður fyri beint nú. Jólasølan er liðug, og tann næsta stóra sølan verður ikki aftur fyrr enn til páskar. Flakavirkið í Sørvági hevur arbeitt nakað av kongafiski, sum mest er keyptur frá trolarunum úr Vágum. Kongafiskurin hevur verið skorin til flak, sum selt er feskt av landinum. Eitt sindur av útróðrarfiski hevur eisini verið at fingið frá útróðrarbátunum í Sørvági, men teir selja eisini um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaðinum, og har eru prísirnir høgir. So høgir, at tað gongur illa hjá flakavirkinum í Sørvági at vera við í kappingini um tann fiskin, skilst. Fíggjarstøðan er heldur ikki soleiðis, at til ber bara at keypa tosk at salta og leggja á goymslu, sigur Rói Egholm, nevndarformaður í felagnum, sum stendur aftan fyri flakavirkið. Hann sigur, at meira var at gera við virkið, enn væntað varð, og at tað gjørdist dýrari enn roknað varð við at seta virkið í stand, tá byrjað varð. Arbeitt verður nú við umfígging, soleiðis at lættari verður at reka virkið, sigur Rói Egholm. Fígging var til at keypa útgerð og seta virkið í stand fyri. Men tað varð, sum sagt, dýrari enn væntað. Sum er verður koyrt upp á kassakredit, og tað ber ikki til í longdini. Tað er ikki soleiðis, sigur hann, at eginpeningurin er brúktur, og ikki er neyðugt við meira partapeningi heldur. Men hann viðgongur, at raksturin hevur ikki gingið nóg væl, síðan byrjað varð. Kortini kemur ikki upp á tal at steingja virkið, sigur hann. Steðgurin, sum nú er, er bara fyribils, til ætlaða útbyggingin er komin upp á pláss. Poul Arni Jacobsen, stjóri á flakavirkinum í Sørvági, sigur, at nú eru jólini og nýggjárið fyri, so har verður einki gjørt nú beinanveg. Men arbeitt veðrur alla tíðina við at finna útgerð, og einaferð inn í januar vónar hann at hava funnið eina loysn, soleiðis at frystarí verður sett upp á virkinum, og tey sleppa aftur til arbeiðis. Tað er partafelagið Vesturvón, sum eigur bygningin, flakavirkið heldur til í. Og sum skilst á stjóranum á flakavirkinum, eru ætlanir um at leiga størri part av bygninginum, enn tað, virkið heldur til í í dag. Men enn er einki avgjørt tí víðvíkjandi. Teir bíða eftir svari frá Vesturvón. John Johannessen - john@sosialurin.fo Nyrup tekur undir við sjálvstýrislógini Danski forsætisráðharrin tekur undir við sjálvstýrislógini hjá Javnaðarflokkinum, sum inniber sjálvstýri, sum ikki kann kallast aftur Tað eru stórir møguleikar fyri at skipa føroyskt sjálvstýri á ein nýggjan og ørðvísi hátt innan fyri ríkisfelagsskapin. Hetta ger danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, greitt í einum svari uppá fyrispurning frá fólkatingsliminum, Jóannes Eidesgaard. Jóannes Eidesgaard setti herfyri danska forsætisráðharranum ein sokallaðan grein 20 spurning, har hann spyr forsætisráðharran, um uppskot Javnaðarfloksins til eina sjálvstýrislóg kann vera grundarlag fyri stjórnarrættarliga sambandinum millum Føroyar og Danmark. Kunngerast í ST Danski forsætisráðharrin vísir á, at tað ber til at fremja eina nýskipan í stjórnarrættarligu viðurskiftunum, soleiðis at Føroyum verður latið alt vald á lóggevandi og umsitingarliga økinum, burtursæð frá nøkrum økjum, har grundlógin ikki loyvir tí. Harafturat staðfestir danski forsætisráðharrin eisini, at tað ber til at tryggja, at nýggi sáttmálin ikki kann takast aftur. Hetta skal gerast við at boða øllum limalondunum í ST frá, at núverandi føroyska heimastýri er broytt til eitt nýtt føroyskt sjálvstýri. Men danski forsætisráðharrin vísir samstundis á, at samanhangur skal vera millum politiska og fíggjarliga ábyrgd. Taka vit yvir politisku ábyrgdina av málsøkjum, skulu vit eisini taka yvir fíggjarligu ábyrgdina. Gera sjálvi av Poul Nyrup Rasmussen heldur, at føroyingar hava nógvir møguleikar fyri víðkaðum sjálvræði í einari sjálvstýrislóg. Hann vísir millum annað á, at vit kunnu fáa fult vald á revsirættarliga økinum, familju- og arvarættarliga økinum, og harafturat heldur hann, at Føroyingar kunnu menna sítt vald á uttanríkispolitiska økinum. Men samstundis ger danski forsætisráðharrin greitt, at tað sjálvsagt er føroyska fólkið, ið ger av, um vit ynskja at verða verandi í ríkisfelagsskapinum ella ei. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Fíggjarlógin klár til 3.viðgerð Løgtingið samtykti mánadagin fíggjarlógina við aðru viðgerð. Øll broytingaruppskotini hjá samgongutingmonnum uttan eitt vórðu samtykt, meðan uppskotini hjá andstøðuni fullu eitt fyri og annað eftir Fíggjarlógin fyri næsta ár skal nú bert hava triðju og endaligu viðgerðina í løgtinginum, áðrenn hon er liðugt avgreidd. Eftir eina rættiliga drúgva aðru viðgerð mánadagin, samtyktu 20 tingmenn fíggjarlógina. Nógv broytingaruppskot vórðu løgd fram á tingfundinum mánadagin. Umframt broytingaruppskotini frá meirilutanum og minnilutanum í fíggjarnevndini, løgdu einstakir tingmenn og tingmenn í felag fleiri broytingaruppskot fram. Vildi hava lógina aftur í nevnd Eitt uppskot um at beina fíggjarlógina aftur í fíggjarnevndina til nærri viðgerð fall. Tað var Jóannes Eidesgaard, sum legði uppskotið fram. Hann og restin av Javnaðarflokkinum vóru misnøgdir við ávís viðurskifti í uppskotinum. Eitt nú er Fíggjarmálastýrið komið við einari rúgvu av broytingaruppskotum, meðan fíggjarnevndin hevur viðgjørt uppskotið, og Vilhelm Johannesen átalar í álitinum frá fíggjarnevndini harðliga hesari mannagongdini. Men tað var serliga uppskotið um at, Landsverkfrøðingurin nú skal hava um hendi alt alment viðlíkahald, sum fekk øði í í løgtinginum í gjár. Áður hava teir einstøku landsstýrismenninir havt eina ávísa játtan á fíggjarlógini at ráða yvir til viðlíkahald. Men allar hesar kontoirnar eru nú fluttar til Landsverkfrøðingin at umsita, og Javnaðarflokkurin heldur millum annað, at hetta skerjir frælsið hjá landsstýrismonnunum. Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin atkvøddu fyri uppskotinum hjá Jóannesi Eidesgaard um at koyra fíggjarlógina aftur í nevnd, men teir 18 samgongutingmenninir atkvøddu ímóti, og sostatt kundi løgtingið halda fram við atkvøðugreiðslunum. 59 milliónir dýrari Viðgerðin í fíggjarnevndini endaði við at gera samfelagið góðar 59 milliónir krónur dýrari at reka næsta ár, enn landsstýrið upprunaliga hevði ætlað. Landsstýrið kom sjálvt við teimum størstu og dýrastu broytingunum. Eftir tilmæli frá Fíggjarmálastýrinum legði meirilutin í fíggjarnevndini fram broytingaruppskot, sum hækkaði útreiðslurnar 49 milliónir krónur, og meirilutin legði harumframt broytingaruppskot fram, sum hækkaði útreiðslurnar góðar tíggju milliónir krónur. Øll hesi broytingaruppskotini vórðu samtykt. Nakrar av teimum dýrastu broytingunum fara til rentustuðul, Skopunar havn og Strandfaraskip landsins. 8,9 milliónir krónur skulu brúkast meira til rentustuðul enn upprunaliga mett, 3 milliónir til at umbyggja og tillagað portrið í Skopunar havn, og Strandferðslan hevur orsakað av høga oljuprísinum brúk fyri 9 milliónum afturat. Pengarnir skulu eisini brúkast til at røkja Skálafjarðarleiðina fyri. Ætlanin var annars at niðurleggja farleiðina. Landsstýrið hevur eisini lagt fram uppskot fyri løgtingið um at broyta pensjónslógina, og 5 milliónir krónur skulu brúkast eyka til fyritíðarpensjónir í hesum sambandinum. Gongd á tunnilsarbeiðið Meirilutin í fíggjarnevndini gjørdi fleiri smærri broytingar í fíggjarlógini, sum vórðu samtyktar, og millum annað kom meirilutin ásamt um at fáa gongd á tunnilsarbeiðið millum Øravík og Hov næsta ár. Hendan játtanin er tí hækkað til 4 milliónir næsta ár. Meirilutin í fíggjarnevndini kom eisini ásamt um at játta 3,5 milliónir krónur til ein nýggjan bústovn til sálarsjúk, sum eitt nú búgva á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, men ikki eru í viðgerð á sjúkrahúsinum. Tey hava onga aðrastaðni at vera, og tær 3,5 milliónirnar skulu brúkast til at fáa gongd á at byggja ella keypa hús til bústovnar til sálarsjúk. Minnilutin vrakaður Umboðini hjá andstøðuni í fíggjarnevndini royndu seg eisini við fleiri broytingaruppskotum á tingfundinum mánadagin, men einki teirra kom heilskapað ígjøgnum. Tey vóru feld eitt fyri og annað eftir. Tilsamans høvdu hesi uppskotini dýrkað fíggjarlógina góðar 30 milliónir krónur. Tey snúðu seg millum annað um at hækka játtanina til Landssjúkrahúsið 5 milliónir, játtanina til Klaksvíkar sjúkrahús 2 milliónir og Suðuroyar sjúkrhús 1,2 milliónir krónur. Minnilutin mælti eisini til at játta 5 milliónir krónur afturat til bústovnar til sálarsjúk og 2 milliónir eyka til medicoteknisk tól umframt at hækka viðbótina til pensjónistar 10 milliónir krónur. Uppskotini fingu kortini bert atkvøðurnar frá andstøðuni, og tey vóru øll feld. Tað sama vóru tey níggju uppskotini, sum komu í síðstu løtu frá einstøkum tingmonnum. Tað størsta av uppskotinum kom frá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum í felag, sum vildu hava løgtingið at hækka játtanina til at útbyggja Landssjúkrahúsið við 23 milliónum, so samlaða játtanin kom upp á 58 milliónir krónur næsta ár. Uppskotið fekk 13 atkvøður og fall. Ein viðgerð er framvegis eftir, og tingmenn hava møguleika at koma við broytingaruppskotum millum aðru og triðju viðgerð, so tað er ikki óhugsandi, at fíggjarlógin broytir skap einaferð afturat, áðrenn hon er endaliga avgreidd. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Atlantic Airways strikað Atlantic Airways er nú strikað úr lógartekstinum um nýggju tyrlutænastuna. Vinnunevndin hevur skrivað nýtt álit, men nú tekur andstøðan ikki undir við málinum Vinnunevndin hjá løgtinginum legði mánadagin enn eitt álit fyri løgtingið í málinum um tyrlutænastuna, sum ætlanin var at gera sáttmála við Atlantic Airways um. Málið varð beint aftur í nevnd í síðstu viku, tí tingmenn vóru ikki nøgdir við uppskotið hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni. Eitt nú hildu tingmenn tað vera skeivt, at eitt ávíst felag er nevnt í lógartekstinum, tí talan tá verður um at gera eina lóg, sum bert er galdandi fyri eitt einstakt felag. Tingmenn hildu eisini, at landsstýrismaðurin ikki hevur gjørt sítt fyrireikingararbeiði nóg væl og lýst, um talan veruliga er um bestu loysnina. Landsstýrismaðurin ætlaði at gera ein tíggju ára sáttmála við Atlantic Airways um tyrlutænastuna. Felagið skuldi eftir ætlan fáa 14 milliónir krónur um árið í tíggju ár fyri at reka tyrlutænastuna. Jørgen Niclasen segði við Sosialin í gjár, at ein orsøk til, at hann hevur skrivað Atlantic Airways í lógartekstin, er, at hann vil hava tyrlutænastuna og hendan førleikan á føroyskum hondum. Og motivini hjá landsstýrismanninum eru harumframt politisk. Við at hava eitt føroyskt tyrlufelag, ber seinni til at privatisera hesa flúgvingina. Annaðhvørt við eini fullkomnari privatisering av Atlantic Airways, ella við partvísari privatisering av eitt nú bara tyrludeildini, segði landsstýrismaðurin. Nýtt álit Men løgtingið var ikki nøgt við uppskotið, og eftir áheitan frá einum meiriluta í løgtinginum hevur Vinnunevndin nú viðgjørt málið av nýggjum. Meirilutin í nevndini, samgonguumboðini, hevur í nýggja álitinum strikað navnið Atlantic Airways, so lógaruppskotið nú ikki snýr seg um eitt einstakt felag. Tíðarskeiðið er kortini framvegis hitt sama - 10 ár. Um løgtingið tekur undir við broytingaruppskotinum hjá meirilutanum, so stendur tað landsstýrismanninum frítt at gera sáttmála við eitthvørt felag. Men hann kann so eisini velja at halda fram við upprunaligu ætlanini, sum var at lata Atlantic Airways uppgávuna næstu tíggju árini. Minnilutin framvegis ímóti Teir tríggir andstøðutingmenninir tóku allir undir við uppskotinum, tá ið vinnunevndin skrivaði fyrsta álitið í málinum. Teir høvdu kortini ávís fyrivarni, og tveir teirra atkvøddu fyri at beina málið aftur í nevnd. Alfred Olsen, Henrik Old og Dan R. Petersen siga í nýggja álitinum enn einaferð, at teir eru sera ónøgdir við fyrireikandi arbeiðið, sum er lagt í uppskotið. Landsstýrismaðurin hevur ikki kannað allar møguleikar og lýst fyri løgtinginum, um hetta er besta og bíligasta loysnin, siga teir. Teir halda, at ognarviðurskiftini eru ógreið og seta spurnartekin við, um Atlantic Airways einaferð í framtíðini kann skilja tyrluvirksemið frá hinum virkseminum í felagnum og lata eitt dóttirfelag reka tyrlutænastuna. Teir tríggir siga seg heldur ikki hava fingið at vita, um tað er rætt at gera ein sáttmála, sum er galdandi í tíggju ár. Orsakað av nógvu ivamálunum sigur minnilutin seg ikki kunna taka undir við uppskotinum, sum tað nú liggur á borðinum. Álitið frá vinnunevndini fór niðan aftur í løgtingið mánadagin, og løgtingið fer helst at viðgera málið aftur fyri jól. 67. bind av Varðanum fyri 2000 er komið Innihaldið er sum árini frammanundan fjølbroytt við søgum, frásagnum, yrkingum bókaummæli. Jóhan Hendrik Winther Poulsen skrivar um vísindamannin Christian Matras, sum í ár hevði verið 100 ár, um hann hevði livað. Magnus Brahé Jørgensen skrivar grein um Føroya kirkjusøgu. Í hesi greinini viðger hann ta fyrstu tíðina, eftir at kristindómurin varð settur í gildi í Føroyum og trúbótina. Í ár eru 100 ár síðani William Heine-sen varð føddur. Í tí sambandi hevur Bergur Hansen bókmentafrøðingur grein um skald-skapin hjá Williami, sum hann nevnir: Paradis á jørð. Ella hvussu mýtan lyftir skaldskapin hja Williami Heinesen. Páll Mortensen skrivar grein, sum hann nevnir Jólagávur. Egon Hansen, sum í fleiri ár hevur havt greinir við evni úr Nólsoyar søgu, skrivar hesaferð um hundar í Nólsoy. Tann ungi Agnar Jógvansson hevur grein við heitinum: Søgan um lívið og deyðan. Tann ættarfróða Freydis Poulsen skrivar hesaferð grein um ættargrein av Blankskála. Willum Peder Trellund eitur danskur yrkjari. Hann hevur givið út tvey yrkingasøvn. Ragnar M. Egholm hevur týtt nakrar av yrkingum hansara. Brot úr farnum tíðum er heitið á grein eftir Nancy Vesturbú. Her skrivar hon um tannarøkt, tá ið hon var ung. Bjørgfinnur Nielsen hevur hesaferð nakrar yrkingar. Nicodemus Rasmussen hevur skrivað av hundraðtals síður úr vártingbókini um Eysturoyar várting. Hesaferð úr vártingsbókini 1694-96. At enda er bókaummæli eftir Berg Hansen, sum hann nevnir Grýtuta leiðin gjøgnum 20. øld. Bergur ummælir bókina: William ummælir fagrar listir. Hetta er greinasavn eftir William Heinesen, sum Jóhannes Enni sáli savnaði. 67. bind av Varðanum er 173 síður til støddar og kostar 190 kr. í bókabúðunum. >>Vakrastu ævintýr Hans Christian Andersens<< Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út myndabókina >>Vakrastu ævintýr Hans Christian Andersens<< er stór skreytbók í føgrum litum við 8 av kendastu ævintýrum H. C. Andersens: Svínadrongurin, Prinsessan á ertrini, Snjódrotningin, Nýggju klæði keisarans, Hin stinni tinsoldáturin, Gentan við svávulpinnunum, Hin lítla havfrúgvin og Granntræið. Hesi ævintýr hava í meira enn hálvaaðru øld hugtikið bæði børn og vaksin, og enn á okkara døgum eru tey høgt í metum. H. C. Andersen dugdi sum fáur við sínum sveimandi og sjáldsama hugflogi at festa tankar sínar á blað, soleiðis at lesarin stundum kendi seg drignan úr trupla gerandisdegnum inn í eina loyndarfulla verð. Ævintýr hansara siga frá kenslum og longsli menniskjans, og djórini letur hann fáa somu eginleikar bæði í góðum og ringum. Hann skrivar um kærleika og líðing, gleði og sorg. Arnica Esterl hevur savnað og partvís stytt nøkur av hesum ævintýrum. Russiska listakvinnan, Anastassija Archipowa, hevur við sínum framúr góðu gávum megnað at givið bókini sín serstaka dám. Myndir og tekstur fylgjast so væl í samljóði hvørt við annað, at alt rennur sama í eina eind. Heri Jacobsen hevur týtt bókina. Vakrastu ævintýr Hans Christian Andersens er 192 bls., innbundin í stíva permu við løriftsryggi og lesibandi. Bókin kostar kr. 225 í bókabúðunum. Hestprent stóð fyri prenttilgerðini. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Bitin av Harry Potter Harry Potter fepurin hevur rakt Føroyar, um enn kanska í minni mun enn aðrastaðni. Barnabókin um tann ikki heilt vanliga smádrongin í London, Harry Potter, er seld í fleiri eintøkum enn nøkur onnur bók kring heimin. Tá tann eina Harry Potter bókin í røðini av fýra er lisin ber ikki til at steðga á, men hinar mugu eisini lesast, vilja næmingar á Studentaskúlanum á Kambsdali vera við. Flokkurin hevur júst lisið bókina á enskum Bøkurnar hjá Joanne Kathleen Rowling um Harry Potter hava sett heimsmet, hvat sølu viðvíkur. Tær fýra bøkurnar eru seldar í fleiri enn 35 milliónum eintøkum kring heimin, og Harry Potter er týddur til 35 ymisk tungumál. Rithøvundurin Rowling hevur fingið eini 500 milliónir dollarar frá søluni av Harry Potter. Hon líður onga fíggjarliga neyð fyribils. Tá tann fjórða bókin í røðini varð útgivin fyri stuttum, varð hon prentað í 5,3 milliónum eintøkum. Hetta er eisini met fyri fyrsta upplag. John Grisham og Stephen King kunnu bara fara heim at leggja seg, tí Rowling hevur langtsíðan lagt teir báðar fleiri bátslongdir afturum seg. Alt er á gosi, hvørja ferð Rowling letur okkurt nýtt um Harry úr hondum, og Potter aldurnar hava ikki lagt seg enn. Tað fara tær heldur ikki tey næstu árini. Higartil eru fýra bøkur útgivnar, men enn eru tríggjar eftir, og um eitt lítið ár verður filmurin um Harry Potter væntandi at síggja. Rowling sjálv væntar, at sjeynda og seinasta bókin verður tann, sum mest hóvasták fer at vera um. Í Føroyum hava vit nú langt um leingi fingið ta fyrstu føroysku týðingina av Harry Potter. Gunnar Hoydal hevur týtt ta fyrstu bókina úr enskum, og hon kallast Harry Potter og vitramannasteinurin. Fangandi "Harry Potter er fangandi" vóru flestu næmingarnir á einum máli um, tá tey skuldu geva sína hugsan um Harry Potter til kennar fyri tí útsenda av Sosialinum. Vit sita í bleytum stólum úti í gongini í nýggja skúlanum á Kambsdali. Tá tú trínur inn í skúlan, gongur sjón fyri søgn, at tað er gjørtligt at fáa ein skúla hugnaligan. Her er ikki tørvur á ábótum fyri sjey milliónir krónur sum aðrastaðni. 2.b á Studentaskúlanum á Kambsdali hevur lisið ensku barnabókina Harry Potter, sum verður givin upp til próvtøku. Harry Potter hevur upptikið sinni teirra seinastu vikurnar. Eftir at hava lisið ta einu bókina er onkur av málsligu studentunum í 2.b vorðin heilt fangaður av søguni. Friður fekst ikki í sinnið, og tey høvdu ikki góðan náttarsvøvn, fyrr enn tey høvdu lisið allar fýra bøkurnar um Harry. Hetta er ein rættiligur "pageturner", har tú alla tíðina verður noyddur at blaða og lesa næstu síðu, siga Harry fjeppararnir. Tí hevur tað tikið nøkrum teirra bara heilt fáar dagar at lesa tær drúgvu Harry Potter bøkurnar. Tey siga, at hvør kapittul endar soleiðis, at tú kennir teg noyddan at lesa tann næsta. Teir enda altíð við einum sokallaðum "cliffhanger". Hetta er ein av dragandi eginleikunum, sum Rowling hevur fingið við í sínar bøkur. Onnur eru eitt sindur meira ivingarsom, tá tey skulu meta um Harry. Hetta er eitt sindur for langt úti til so gamlar næmingar, halda tey. Tey hava ilt við at finna nakra aðra góða orsøk til at lesa bøkurnar, enn at hon er partur at prøvtøkupensum hjá læraranum, og at tey kanska skulu greiða frá hesi bókini til munnliga próvtøku. Tey flestu meta tó bókina at millum tær betru, sum tey hava lisið. Bókin hevur eisini sína ávirkan á teir meira opnu næmingarnar, sum siga seg ganga og hugsa um Harry og hansara ævintýrferðir í gerandisdegnum. Hetta kann vera tí, tey bera eyga við onkran lut, sum minnir tey um Harry. Tað er neyðugt at loyva bókini at hava sína ávirkan fyri at ein kann fáa nakað burturúr at lesa, sigur ein eldhugaður næmingur. Bøkurnar krevja eisini av lesaranum, at hann hevur hugflogið í lagi, tí annars kann bókin ikki geva tær nakað. Í Harry Potter eru flúgvandi bilar, livandi trøð og borðiskar, sum aldri tømast. Næmingarnir halda tað vera dragandi, at ein kann kenna seg aftur í bókini, tí Harry er ein heilt vanligur drongur, sum tó hevur samband við ein ósjónligan gandaheim. Hevur bókin um Harry Potter nakran lærdóm ella boðskap at siga lesaranum? Hvørji virði verður dentur lagdur á? Høvuðsboðskapurin er, at tú skalt ikki vera bangin fyri at gera tað, sum er rætt, hóast hetta gevur tær trupulleikar, og tú verður noyddur at bróta nakrar galdandi reglar og normar. Fyri at vera førur fyri hesum, er eisini neyðugt at hava álit á tær sjálvum Vinarlag hevur eisini ein stóran leiklut í bókini, Rowling undirstrikar týdningin av at ofra seg fyri vinir, siga studentarnir. Barnabók fyri vaksin Søgan um Harry Potter er tann klassiska søgan, sum vit øll kenna. Tað góða ímóti tí ónda. Harry er lítli smádrongurin úr London, sum í veruleikanum er gandakallur. Hetta varnast hann og fer á ein gandaskúla, sum ikki sæst í veruleikanum. Tað er her, bardagin móti tí ónda fyri tað mesta fer fram. Voldemort, sum hevur tikið lívið av foreldrum Harrys, meðan hann enn var nýføðingur, stendur á odda fyri teimum óndu kreftunum. Størsti fíggindin hjá Harry er Voldemort. Tað er við gandi, at Harry og Voldemort stríðast hvør móti øðrum. So er spurningurin, hvør ramastur er í gandi. Vit kenna søguna aftur úr bókmentunum hjá øðrum enskum rithøvdundum sum C.S. Lewis og J.R.R. Tolkien, har tað góða berjist ímóti ónda. Eisini ber til at samanbera Harry Potter við Star Wars. Harry Potter er ein barnabók, mest skrivað til børn, men hon kann sanniliga eisini lesast av vaksnum og hugtaka vaksin eins nógv um ikki meira enn børn. Hetta er ein av orsøkunum til, at hon er so vælumtókt um allan heim. Rowling sigur, at hon skrivar bara út frá egnum barndómsminnum, og nakrar hendingar í bókini hava beinleiðis samband við onkra hending frá hennara barndómsdøgum. Mótmæli Bókin hevur møtt mómælum frá fleiri konservativum bólkum, og serliga í USA er mótstøðan rættiliga hørð. Sagt verður, at Rowling eggjar børnum at dyrka tað okkulta og djevulin. Í fleiri enn seytjan amerikanskum statum verður av álvara roynt at steðga bókini, og hon er longu bannað í skúlum í Kansas og Colorado. T að ber tó ikki til at banna hugflogi, siga næmingarnir. Hví verða næmingar í 2. flokki á Studentaskúlanum so settir at lesa eina barnabók? Lærarin fær seinasta orðið. Eg vænti, at Harry Potter fer at verða eitt serstakt bókmentaligt fyribrigdi í okkara tíð, og tað er umráðandi hjá næmingunum at fáa við. Mær dámdi hana í øllum førum ómetaliga væl, sigur lærarin Birgitte Arendt, sum undirvísir næmingunum í enskum. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Skúlabørn í kirkju Tað er siður á hvørjum ári, at allir næmingar í teimum føroysku fólkaskúlunum fara til gudstænastu beint fyri jól. Hetta er tann tíðin á árinum, tá næmingar marsjera úr skúlunum og í kirkjuna á staðnum. Í kirkjuni prædikar prestur, ella verður lestur lisin, og sálmar verða sungnir. Vanliga er hetta tað síðsta, sum skúlin skipar fyri, áðrenn børnini fara í jólafrí. Kirkjugongdin merkir tískil, at fyrra hálva av skúlaárinum er at enda komin. Eftir er so bara tann strævnara hálvan við próvtøkum. Týsdagin vóru børnini í Venjingarskúlanum til Gudstænastu í Vesturkirkjuni. Bergur Debes Joensen, prestur, helt prædiku. Umframt prædikuna var eisini Lucia-gongd á skránni. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Aldarinnar brúdleyp í Vági Ongin veit um størri brudleyp at siga enn tað, sum var í Vági leygardagin, tá ið tríggjar systrar giftust Tað mundi vera onki minni enn aldarinnar brúdleyp, sum var í Vági leygardagin, tá ið tríggjar systrar høvdu gjørt av at fáa tað skrivligt við menninar sama dag. Tað vóru tær tríggjar systrarnar Anja, Eyðhild og Heidi Mørk í Vági, sum høvdu gjørt av at halda felagsbrúdleyp. Ongin Prestur er í Vági. Men Heri Joensen, sum hevur verið prestur í Vági, men nú er í Havn, varð spurdur um hann vildi koma suður at víga pørini, og tað játtaði hann beinanvegin. Hann helt, at tað var stuttligt at vera partur av eini so søguligari løtu í Vágs Kirkju, sum hesari. Aftaná eina sera hátíðarliga vígslu í eini pyntaðari og fullari kirkju, har Kirkjukórið Ljómur setti ein serligan dám á við tveimum sangum, varð farið vestur í Vágshøll, sum ongantíð hevur verið vakrari pyntað enn tað sama. Á veg úr kirkjuni varð skotið sum á nýggjárinum, bæði við byrsu og við fýrverki. Í Vágshøll varð borðreitt fyri 620 fólkum við feskari súpan, oksasteik og íslagkøku. Aftaná borðhaldið, sum Torgerð Suðuroy stýrdi, varð dansur næstan til tann ljósa morgun - og tað er leingi hesa árstíðina. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Gjógv bjóðar Tinganesi av Bygdaráðið við Gjógv hevur samtykt at lækka kommunuskattin, men Landsstýrið sigur nei Ósemja hevur nú tikið seg upp ímillum Gjáar Kommunu og kommunala eftirlitið hjá landsstýrinum um skatt. Bygdaráðið við Gjógv hevur nevniliga samtykt at lækka skattin, men tað vil landsstýrið ikki. Fáar kommunur í landinum eru so væl fyri, sum Gjáar kommuna og tað heldur bygdaráðið, at fólkið í kommununi skal fáa gleði av. Tí samtykti bygdaráðið mánakvøldið at lækka skattaprosentið niður í 13%. Men tað vil kommunala eftirlitið ikki góðtaka. Eftirlitið sigur, at eftir kommunulógini, skal kommunuskatturin verða minst 16% og tí hevur eftirlitið ásett, at skatturin við Gjógv skal verða 16% næsta ár. Sofus Johannesen, bygdaráðsformaður við Gjógv ásannar, at í eini lóg, sum kom í gildi í 1993, stendur, at kommunuskatturin skal vera ímillum 16 og 23%. Men nú er ein nýggj lóg samtykt, sum kemur í gildi nú 1. januar í 2001. Og í henni stendur, at lógin, sum ásetur lægsta og hægsta skattaprosent, fer úr gildi samstundis. Samstundis hevur løgmaður minst einaferð á fundi í Kommunufelagnum víst á, at tá ið avtalan um kommunuskuldina gekk út í ár, fór lógin um hægsta og lægsta kommunuskatt úr gildið. Og tá ið skattaprosentið, sum vit áseta nú, er galdandi fyri 2001, má tað verða ásett eftir teirri nýggju lógini. Tí hava vit fullan rætt til at lækka skattin og at áseta hann til 13%. Sofus Johannesen sigur, at kommunala eftirlitið hevur hinvegin boðað frá, at av tí at nýggja lógin ikki kemur í gildi fyrrenn 1. januar, má bygdaráðið fylgja teirri gomlu lógini líka til tá. Og skattaprosentið fyri næsta ár skal ásetast nú, ímeðan tann gamla lógin enn er í gildi. Sostatt ber tað ikki til at lækka skattaprosentið næsta ár. Tað kann ikki gerast fyrrenn í fyrsta lagi í 2002. Og kemur tað til skarpskeringar, uttan at kommunala eftirlitið kemur við eini frágreiðing, sum sannførir lógfrøðiliga ráðgevaran hjá okkum, fara vit at royna málið í rættinum. Annars verður barnafrádrátturin við Gjógv 6.000 krónur næsta ár og tað er tann hægsti í landinum. Fær kommunan eisini viðhald í málinum um kommunuskattin, verður hann samstundis tann lægsti í landinum. Í ár er skatturin 16% og barnafrádrátturin 5.000 krónur. Men Sofus Johannesen sigur, at kommunan hevur ráð til at lækka skattin og at hækka skattaprosentið. Vit hava onga skuld og eiga einar 750.000 krónur á bók. Samstundis eru ikki ætlanir um útbyggingar av týdningi tey komandu árini. Tí halda vit, at hetta kann akkurát tað sama koma fólkinum til góðar. Úthavsdagar - Oceaniske dage Jørgen-Frantz Jacobsen og William Heinesen Í sambandi við 100-ára dagin hjá Jørgen-Frantz Jacobsen tann 29.11. kemur bókin Úthavsdagar - Oceaniske dage út við greinum um ritverk hansara og um tað hjá Williami Heinesen. Har eru greinir um skaldsøguna og um filmin >>Barbara<< ávikavist eftir Kirsten Didriksen og Arne Engelstad. Turið Sigurðadóttir skrivar um essay og yrkisprosu hansara. Gianfranco Contri lýsir útgávuna av italsku týingini av Barbaru. Leyvoy Joensen lýsir leiklutirnar hjá Jørgen-Frantz Jacobsen og Williami Heinesen í tjóðskaparligu menningini í 20. øld. Hanne Flohr Sørensen skrivar um brævaskiftið millum høvundarnar. Ritverkið hjá Williami Heinesen verður viðgjørt í fleiri greinum, m.a. eftir Torben Brostrøm professari, sum skrivar um yrkingar hansara. Harafturat viðger Vár í Ólavsstovu Laterna magica, Bergur Hansen og Åsfrid Svensen viðgera tað >>karnevalistiska<<, Soffía Auður Birgisdóttir barnsburðarmyndir í stuttsøgum og Malan Marnersdóttir viðger Tårnet ved verdens ende. Anne Kari Skarðhamar og Bente Aamotsbakke skriva um yrkingar eftir William Heinesen. Tvær greinir seta ljós á ritverkið úr øðrum sjónarhornum. Marianne Clausen lýsir týdningin, sum andaligi vísusangurin hevur havt fyri høvundarnar. Írski professarin Seamus Deane lýsir, hví enskt gjørdist írskt bókmentamál, og skapar á tann hátt saman við greinini hjá Leyvoy Joensen ein nýggjan karm um tey bæði danskt mæltu, men kortini føroysku ritverkini. Bókin Úthavsdagar - Oceaniske dage er úrslit av ráðstevnuni >>Úthavsdagar<< í Norðurlandahúsinum 25.-27. mai í ár. Bókmentafrøðingar, høvundar og bókmentaáhugað úr Norðurlondum tóku lut í ráðstevnuni. Bókin er 220 bls. Ritstjórar eru Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir. Útgevari: Norðurlandahúsið og Føroya Fróðskaparfelag. Bókin verður at fáa í bókhandlunum og hjá Bókamiðsøluni:BMS@post.olivant.fo. Kostnaður 185 kr. Føroyski Lummakalendarin 2001 er komin Innihaldið í lummakalendaranum er fylgjandi: Halgi- og merkisdagar Gomlu føroysku dagaheitini Klokkutíðir fyri mánan Føroysk heiti fyri mánastøðurnar Telefontænastur og telefonsamband við útheimin Postnummur í Føroyum og postgjøld Adressuyvirlit Tímatalva Til at halda skil á tíðini eru yvirlit fyri hvønn mánað (ein síða fyri hvønn) og yvirlit fyri hvørja viku í árinum (tvær síður fyri hvørja viku). Ein perforering er gjørd í niðasta horn á hvørjari síðu, so til ber at merkja av, hvussu langt árið er liðið. Eisini eru heildaryvirlit fyri bæði árini 2001 og 2002. Harumframt eru eyka síður gjørdar at skriva á. Kalendarin er gjørdur í støddini A6, 10,5 x 14,8 cm. Kalendari er spiralinnbundin, so hann kann liggja uppsligin á borðinum. Men kann eisini havast í lummanum. Perman eru úr plasti, við lummum. Á permuni er mynd av Tinganesi. Til ber hjá tí einstaka at seta sín persónliga dám á kalendaran. Til dømis kann forsíðan skifastu út við eini fotomynd ella tekning. Hann er sera væl egnaður til skúlaungdóm, fólk í starvi á skúlum, á stovnum og á skrivstovum, og til fólk í vinnu á sjógvi og landi, og hann er eisini væl egnaður sum dagbók. Útgevari er TJØRN sp/f. Einars Prent hevur prentað Kalendarin fæst í bókabúðunum og á posthúsunum kring landið og kostar 80 kr. Lítli reyði bilurin Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út føroyska teldubók Andrias Hammer hevur gjørt telduforritið og lagað myndirnar til teldu. Tað hevði kanska verið rættast at sagt bøkur heldur enn bók, tí fløgan um Lítla reyða bilin er í veruleikanum 4 smábarnabøkur í einum, sum Matthew Price hevur skrivað, Steve Augarde teknað og Niels Jákup Thomsen týtt úr enskum. Tær fýra bøkurnar eita: Lítli reyði bilur kemur illa fyri, Lítli reyði bilur spælir taxa, Lítli reyði bilur er fyri óhappi og Lítli reyði bilur í kavanum. Tvær av bókunum eru komnar út herfyri: Lítli reyði bilur er fyri óhappi og Lítli reyði bilur í kavanum. Men hóast bøkurnar eru ætlaðar teimum 2-4 ára gomlu, er teldubókin ætlað teimum 4-8 ára gomlu. Av royndum vita vit, at sera fá telduspøl eru til júst henda aldursbólkin. Tey, sum eru, eru á fremmandum máli, og tað er spell, tí tað eru hesi, ið gera sínar fyrstu royndir við telduni. Tá ið tú setur fløguna í telduna, kemur ein valmynd upp á skíggjan. Har kanst tú so velja antin eina av teimum 4 søgunum ella at spæla, tí fýra einføld telduspøl eru eisini á fløguni: Tú kanst mála bilin, lata Dukku-Lisu í, spæla kross og bolli ella spæla á ljómborð. V.v. søguni kanst tú velja at lata telduna blaða og lesa fyri tær, ella tú kanst sjálvur blaða. Tá ið tú tá leitar við músini á skíggjanum, broytist pílurin við hvørt til eina hond - og tá er okkurt óvæntað at síggja. Trýstur tú á tekstin, verður hann lisin upp. Teldufløgan Lítli reyði bilur kostar 180 kr. og fæst í bókhandlum, fløguhandlum og leikahandlum um landið. Føroyar - Myndabók Nýggj myndabók við myndum hjá Absalon Hansen er komin í bókabúðirnar. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað ein innleiðandi tekst, sum er týddur til danskt og enskt. Inni í bókini eru stuttir tekstir, og staðarnøvn eru sett á flest allar myndir. Bókin verður fyrst av øllum borin fram av myndunum. Myndirnar eru tiknar víða um í Føroyum og vísa Føroyar frá mongum síðum: Summar og vetur, vár og heyst, bygdalív og býarlív, bjørgini og strondin. Tekstirnir, sum eru á føroyskum, donskum og enskum, stiðja undir myndirnar. Og staðarnøvnini hjálpa lesaranum at finna, hvar í landinum, myndirnar eru tiknar. Forlagið AZ gevur bókina út. Bókin er 140 blaðsíður. Myndirnar hevur Absalon Hansen tikið. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað tekstin. Jens Pauli Heinesen hevur eisini gjørt donsku týðingina. Claire F. Thomsen hevur týtt til enskt. Repro-Z hevur gjørt layout, repro og umbróting. Bókin er prentað hjá Nørhaven. Bókin kostar kr. 315,00 í bókabúðunum. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi, stendur mest sum í stað, og rættiliga lýggj luft rekur inn yvir Føroyar av landsynningi. Seinni í vikuni fer eitt lágtrýst frá Svalbard suðureftir móti Mið-Skandinavia og ein hátrýstryggur breiðir seg frá Eystur-Grønlandi í ein landsynning. Køld luft við kavaælingi rekur inn yvir Føroyar norðaneftir. Veðrið í dag og hósdagin: Hann minkar niður í gul til stívt andøvsgul av landsynningi. Hósdagin minkar hann enn meira Skýggjað, men fyri tað mesta turt. Hitin umleið 7 stig. Veðrið fríggjadagin: At byrja við lítið lot av ymsum ættum, men út á dagin frískar hann upp í gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norði. Skýggjað og regn at byrja við, men seinni vátaslettingur. Hitin umleið 5 stig, móti náttini niður móti frostmarkinum. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av norði. Skýggjað og av og á kavaælingur. Hitin millum :1 og :6 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi, stendur mest sum í stað, og rættiliga lýggj luft rekur inn yvir Føroyar av landsynningi. Í dag: Seinni í vikuni fer eitt lágtrýst frá Svalbard suðureftir móti Mið-Skandinavia og ein hátrýstryggur breiðir seg frá Eystur-Grønlandi í ein landsynning. Køld luft við kavaælingi rekur inn yvir Føroyar norðaneftir. Áki Bertholsen - aki@sosialurin.fo Tríggir mans skuldsettir fyri harðskap Harðskapur uttanyri náttklubban, Casablanca sunnunáttina, hevur ført við særm at tríggir mans eru skuldsettir fyri harðskap Tað var rættiligt rok uttanfyri náttklubban, Casablanca í Havn sunnunáttina. Bardagi tók seg upp ímillum fleiri mans. Men tað er ikki lætt at fáa greiði á, hvat veruliga fór fram og løgreglan er ikki serliga hjálpsom við smálutum um hendingina. Í fyrra lagi eru kanningarnar komnar alt ov stutt og í øðrum lagi hevði tað verið brot á tagnarskyldina. Men Jón Klein Olsen á polistøðini, sigur, at nú avtornar, eru tríggir mans skuldsettir fyri harðskap eftir ófrið uttanfyri Casablanca sunnunáttina. Talan er um ein 55 ára gamlan mann og tveir 21 ára gamlar mans og málið ímóti teimum gongur so sína gongd. Politisturin sigur, at tað er ikki lætt at fáa greiði á, hvat er hent, tí nógv vitni skulu avhoyrast. Men fyribilskanningarnar benda á, at tað sum førdi til ófriðin, var, at teir báðir 21 ára gomlu høvdu ætlað sær inn í Casablanca, men at teir ikki sluppu inn, tí at tað var fult. Meiri kann politiið ikki siga um tað, sum hendi. Men Jón Klein Olsen sigur, at hald er lagt á eitt sleggjuskaft, sum varð brúkt í harðskapinum. Sum kunnugt er tað Mouldi Manai, sum eigur Casablanca. Og eftir at hann týsdagin hevði greitt okkum frá sínari søgu, hava rættiliga nógv fólk gjørt vart við seg, tí tey siga, at tað, sum hann greiðir frá, er ikki í samsvari við veruleikan. Reyði tráðurin í tí, sum sagt verður, er, at tað var ikki Mouldi Manai, sum var avbukaður. Tvørturímóti var tað hann, sum legði á við einum træskafti. Sostatt sigur hvør sína søgu og tí er tað trupult at fáa greiði á, hvat veruliga er hent. Men frá góðum keldum hava vit fingið at vita, at tann 55 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri harðskap, er sjálvur Mouldi Manai. Aðrar keldur hava upplýst fyri okkum, at tað, sum í stuttum fór fram, var, at fyrst var Mouldi Manai drigin út í tún og bukaður. Men aftaná kom hann útaftur og legði á hinar báðar við einum sleggjuskafti. Í samrøðu við Sosialin nú, viðgongur hann eisini, at hann hevur verið eftir monnunum við sleggjuskaftinum og at hann hevði sligið teir við tí - men hinir slóu eisini......... Tað, sum rætturin nú skal taka støðu til, er m.a. um hann gjørdi tað í neyðverju, tí hann føldi seg hóttan, ella ikki, ella um tað var hann, sum leyp á. Jústinus Eidesgaard - justinus@sosialurin.fo Soleiðis byrjaði Ingálvur Í einum sýnisglugga í Tróndargøtu í Havn var einaferð í 1937 ein søluframsýning av andaligum bókum, sum Petur Háberg hevði savnað saman og vildi selja. Hann helt, at sýningin sá eitt sindur fátækslig út og heitti á ein ungan mann í meinigheitini, sum hann visti dámdi væl at tekna og mála um at prýða framsýningina við onkrum myndatilfari.< Listamaðurin var ongin annar enn tann tá 17 ára gamli Ingálvur av Reyni, sum í dag verður róstur upp og niður eystur og vestur fyri listarligt avrik, íð bert ein pinkulítil partur av landsmonnunum skilir, men sum øll vita hevur nógv virði listarliga og ikki minst í krónum og oyrum. Fyri nøkur er listin Ingálvi endurtøka av nýggju klæðum keisarans, fyri onnur er hon opinbáringin til nýggjan heim, sum bert fáum er beskorið at skoða. Men aftur til fyrsta málningin. Hann hevur hingið hjá okkum alla mína tíð og eri eri fødd í 35, sigur Gunnvør Johannesen av Glyvrum. Pápi mín, Jákup Martin Kjel, var lærari við realskúlan í Havn. Hann var teknilærari hjá Ingálvi. Pápi kom fram við sýnisglugganum hjá Petur Háberg og keypti annan av teimum báðum málningunum. Ingálvur hevur fortalt fyri mær seinni, at hann var ovurfegin og errin av at sjálvasti teknilærarin keypti hendan málningin, sigur Gunnvør Johannesen. Gunnvør heldur nógv av eldru listini hjá Ingálvi. Sjálv hevur hon eisini fleiri tekningar av Ingálvi hangandi heima. Sig mær heilt erliga, hevði tú keypt ein av teim nýggjaru málningunum hjá Ingálvi í dag? Nei, so bestemt ikki, eg skilji púrasta einki av hesi nýggju listini, sigur Gunnvør, sum enn dagliga fegnast um hugnaliga málningin frá 1937, sum hevur verið ein partur av hennara lívið, alt lívið. ODDAGREIN: Studentaskúlin í vandasjógvi Tað var ikki sørt skelkandi at hoyra í tinginum mánadagin, at støðan á Studentaskúlanum í Hoydølum er so vánalig, at vandi er fyri, at Arbeiðseftirlitið steingir skúlan um nakrar vikur, um ikki nakrar neyðugar ábøtur verða gjørdar. Um hesar ábøturnar verða gjørdar nú, kom ikki fram, tá landsstýrismaðurin svaraði einum fyrispurningi frá einum løgtingsmanni, men skal skúlin ikki steingja, mugu tær fyrstu ábøturnar gerast. Tá sagt verður fyrstu ábøturnar, er tað tí, at nógv skal gerast við skúlan, sum eisini hevur verið fyri vantandi viðlíkahaldi í kreppuárunum og í árunum eftir at kreppan hasaði av. Upplýst varð, at neyðugt er at brúka einar 13 milliónir krónur saman tey næstu tvey-trý árini. Hesin peningur má fáast til vega, hóast samlaða upphæddin til ábøtur og viðlíkahald einans er stívliga tríggjar milliónir krónur fyri alt tað almenna. Hóast hetta er ein sera lítil upphædd, kundi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki bara sær, men koma við viðmerkingini um, at bæði landsstýrismenn og løgtingsmenn altíð hava hugskot um at brúka pening, meðan verri er at koma við uppskotum um, hvussu kann sparast. Tað virkaði sum landsstýrismaðurin kki skilur, at neyðugt er at halda viðlíka, um ikki ein stór rokning knappliga kemur undan kavi. Og tað er tað, sum hendi við Føroya Studentaskúla nú. Annars eigur hann eisini at hava í huga, at viðlíkahald merkir eisini arbeiði og kann eisini menna førleikakrøv hjá handverkarum og øðrum tænastuveitarum. Eisini er viðlíkahald í sjálvum sær. Tá alt hetta er sagt, so skal helst eisini sigast, at tað er kanska gjørt í so lítið við at umvæla Studentaskúlan, tí útlit vóru fyri, at ein nýggjur skúladepil varð bygdur úti við Marknagilsvegin. Men líkt er til, at henda ætlanin er fryst niður fyribils. Tí eigur málið um at umbyggja og umvæla skúlan í Hoydølum at takast uppaftur. Ein arkitektakapping um hesa ætlan er tøk, og spurningurin er, um henda ætlanin ikki er væl bíligari enn at byggja ein skúladepil í Marknagili, hóast hann hevur sínar fyrimunir, tá hugsað verður um eitt framtíðar skúlaumhvørvi. Fráboðanin hjá Torbirni Jacobsen kom sum ein skelkur fyri fleiri tingfólk ígjár. Aftur eitt dømi um, at landsstýrið goymir ella gloymir alt ov nógv mál, tí eitt annað kent mál stjelur ta nógvu orkuna. Sosialurin Til minnis um okkara elskaðu dóttur, Góða, elskaða Súsanna. Sárt er at fara undir at festa hesi orðini á blað, tí saknurin og sorgin eru so ófatulig. Nú líður móti jólum, og tankarnir leita aftur til ta tíðina, tá ið tú enn vart okkara millum; vit pyntaðu, keyptu jólagávur, sungu jólasangir og jólasálmar, bakaðu og alt tað, sum hoyrir jólunum til. Vit vóru einsamøll í 12 ár, og so komst tú sum ein gáva úr himlinum og broytti alt okkara lív. Takk fyri tey 20 árini, sum vit fingu saman við tær. Og her sita vit so eftir, ribbað fyri alt, og báðir mammubeiggjarnir í Porkeri somuleiðis. Tú vart okkara eitt og alt - okkara sólstrála - evnarík og hjálpsom. Vit minnast aftur á mangar góðar løtur. tú vildi fylgja tí lívsleið, sum vit, frá tí at tú vart heilt lítil, lærdu teg. Og sum tú mentist, búnaðist tað, ið var lagt niður í teg. Nú vantaðu bert tríggir mánaðir í, so skuldi tú lætta flogið sum studentur. Men so henda góðveðursmorgunin í mars broyttist alt! Tú strálaði sum ein sól, tá ið tú fór frá húsum, og tað seinasta, tú segði við mammu, var: >>Endiliga ein sólskinsdagur. Eg skal njóta túrin suður!<< Tú náddi bert yvir undir kirkjugarðin í Líðini, so var lívstráðurin hart og brutalt avkvettur. Tað var, sum um alt raplaði rundan um okkum. Tíðin støðgaði, og vit blivu við at siga við okkum sjálvi: >>Hetta kann ikki bera til! Hetta kann ikki passa!<< Men veruleikin var har. Sjálvan grækarismessudag, tá ið vit annars fagna tjaldrinum og várinum, vart tú borin til hvíldar skamt frá javnaldrum og vinum tínum Eyðuni, Álvi og Hávarði, sum vóru bornir oman hagar eitt hálvt ár frammanundan. Vit vita, at tit eru øll fýra saman nú. Um jóansøkuleitið vóru floksfelagar tínir her úti og heilsaðu upp á okkum í teimum vøkru bláu troyggjunum og studentshúgvunum. Saman fóru vit so oman á grøvina og høvdu eina stilla løtu har niðri. Sárt var at síggja allan flokkin, og tú manglaði. Vit høvdu jú øll somul sæð fram ímóti hesum degi, sum skuldi havt verið ein gleðisdagur. Hesir níggju mánaðirnir, síðani tú fór frá okkum, hava verið svárir; men hin livandi vónin og vissan halda okkum uppi, tí vit nærkast tær fyri hvønn dag, sum fer. Minnini tala sítt lívsjáttandi mál. Tøkk fái tit - vinir okkara her suðuri og familjan norðanfjørðs - sum hava staðið við okkara lið og stuðlað okkum. Uttan tykkara hjálpsemi hevði verið enn tyngri at komið ígjøgnum hetta. Tað, sum tú saman við øðrum fór undir inni í Missiónshúsinum, blómar í dag, hóast tað mangan sá vónleyst út tá. Soleiðis peikaði tú eisini skúlafeløgum tínum á Harran. Slagorð títt - eg orki alt í Honum, sum ger meg sterkan - hevur eisini verið okkum til signingar. Tær untist bert at liva eitt stutt lív, men ríkt var tað, og tú avrikaði nógv, tí tú livdi í lívssamfelagið við Hann, sum hevur alt valdið í himni og á jørð. Fyri framman ljósið lýsir bjart handan tær miklu lívsins bylgjur. Eg líti á, at tú meg sært. Trygt mær heim til tín fylgir. Tað skrivliga, sum liggur eftir teg, sigur so nógv um tínar royndir í lívinum. Har ímillum eru nakrir sangir. Ørindið omanfyri er úr einum teirra. Súsanna góða, tú skrivaði í minningarorðunum um Eyðun: Vit síggjast. Ja, stutt bleiv tykkara ímillum. Eyðun var hálvt ár yngri enn tú og fór hálvt ár undan tær. Og nú hvíla tit lið um lið har niðri undir Akursgerði. Vit vilja eisini minnast teg, góði Eyðun. Tit vóru vinfólk bæði og stuðlaðu og gleddu hvørt annað. Vit - báðar familjurnar - eru altíð komin nógv saman, og tí gleddi tað okkum nógv, at navnið Súsanna kom at liva víðari í næsta ættarliðinum í tykkara familju. Og nú fyri stuttum varð ein dóttur hjá einum systkinabarni hjá tær, Súsanna, doypt Eivør Súsanna, so at navnið livir eisini víðari okkara millum Vit syrgja ikki sum tey, ið onga vón hava. Tú tekur sjálv soleiðis til í einum ørindi: O, eg gleði meg at sleppa í havn, tá aldri aftur eg skal syrgja. Tú tekur meg inn í tín favn, har eg tøkk tær skal syngja. Ella sum tú segði við eina kvinnu, sum tú komst til í dreymi: Eg eri bert deyð frá jarðarlívinum! Eg livi! Eg livi í ævinleikanum! Súsanna góða! Ein dag stevna vit inn at tí himmalsku strondini fyri at verða saman við tær um allar ævir. Tá verður gleði! Vit møtast aftur mamma og pabba Sambandspolitikkur hjá loysingarsamgonguni er orsøkin til framgongd hjá Fólkaflokkinum Um fullveldissamráðingarnar hildu fram hevði Sambandsflokkurin uttan iva fingið eini 35% av atkvøðunum (varisliga mett), men fullveldið er farið til botns. Sjálvstýrisflokkurin tað sama. Niðurtúrurin hjá Fólkaflokkinum er vorðin til framgongd, tí fullveldið er sokkið. Marjus Dam løgtingsmaður Loysingarsamgongan hevur í verki ført Sambandspolitikk - vánaligan fyri tað mesta. Um loysingarpolitikkur varð førdur alt samgonguskeiðið, so hevði Fólkaflokkurin helst ligið um tey 3% ini. Tí tá hevði arbeiðsloysi longu nú eftir 3 árum verið stórt. Nógvar uppsagnir høvdu verið í serliga almenna sektorinum og avleiddum vinnum frá hesum. Fólkafráflyting og tvingsilssølur høvdu verið høvuðsreglan og ikki undantakið. Vánaliga og jánkasliga støða løgmans ( Um ongin støða eisini er ein støða) heldur lív í Tjóðveldisflokkinum. Tað tykist sum hann er bangin fyri hesum flokki. Eftir at Fólkaflokkurin slepti Fullveldinum - og samstundis fór at tosa um skattalætta - sum ongin, tíverri, hevur sæð nakað til enn - er aftur farið at bragda hjá teimum, sambært seinastu veljarakanningum. Veljarin hevur við hesum kanningum víst, at tey vilja ikki hava loysing tey vilja hava skattalætta. Sambært samansetingini í Løgtinginum í løtuni er greitt, at allir flokkar vilja hava ríkisrættarligar broytingar. Ein sera stórur meiriluti av øllum føroyingum vil hava hesar broytingar - innan Ríkisfelagsskapin. Nevniliga veljarin hjá Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og hjá Fólkaflokkinum. Um Fólkaflokkurin hevði hildið fast við upprunaligu fullveldisskandaluna, so hevði hann helst fingið minni enn 5% av atkvøðunum og nærkast Sjálvstýrisflokkinum. Tað er nevniliga púra greitt, at eftir seinasta samráðingarkollaps har fullveldið fór til botns, fór at gangast betri hjá samgonguni (undantikið Sjálvstýrisflokkinum, ið er í sorli, tí hann er ov kvettingarsinnaður). Á ein hátt sera margháttligt at tað fór at gangast betri hjá hesi samgongu tá høvuðsendamálið, fullveldið, fór í knús. Loysing er skattahækking: Fólk vilja hava skattalætta Tey vilja hava góð útbúgvingartilboð fyri teirra børn Eina góða sociala skipan. Eitt gott vinnulív Hesi ynskir torpederar loysingin totalt. Tí sigur ein stórur meiriluti av føroyingum NEI TIL LOYSING. Loysingin er ein andsøgn til góð viðurskiftir á nevndu økjum. Tá loysingarsamgongan hevur bøtt um hesi viðurskiftir - so hevur hon ført Sambandspolitikk - ikki loysingarpolitikk. Í løtuni liggur loysingarpolitikkurin í toku og ongin veit hvat samgongan vil. Tað kunna tey ikki vita, tí samgonga veit tað ikki sjálv! Skattalætti: Veljarin vil hava ein hart tiltrongdan skattalætta, ið eisini eigur at lækka 37% markið, so fólk, ið arbeiða, hava meira eftir. Sum er í dag, merkja flestu fólk hvussu arbeiði verður straffað í okkara samfelagi. Tí eigur allur skattastigi okkara at verða lækkaður. Lat meg í somu atløgu nevna, at fakfelagsrætturin og frælsið skal varðveitast, soleiðis at ein skattalætti ikki skal viðføra lógarásettar skerjingar av lønum. Tí lønirnar eru ein samráðingarspurningur á arbeiðsmarknaðinum og eigur at verða tað framyvir. Fakfeløgini eiga og skulu taka sær av hesum. Hvat eigur at verða gjørt Føroyar hava ligið bak seinastu 3 árini. Fullveldisørskapurin hevur oyðilagt mangan skilagóðan politikk. Hóast tað gongur væl fíggjarliga orsaka av góðum fiskaprísum og ríkisveitingini, so hava vit hægsta nettoskatt í heiminum - og hendan samgongan hevur bert hækka teir meira. Ríkisveitingin ikki skerjast: Nú eiga stóru flokkarnir á tingi at gera eina semju um ríkisrættarligar broytingar innan Ríkisfelagsskapin. Ríkisveitingin eigur ikki at skerjast í fyrstu atløgu, tí tað eru so mong viðurskiftir, ið liggja í órøkt. Og tað skal nógvur peningur til at fáa rætta upp uppá nógv av hesum álvarsøkjum. Um Tjóðveldisflokkurin ikki sleppir loysingini, ja, so eigur hann at fáa durafjórðingin. Fólkaflokkurin eigur ikki at ræðast Tjóðveldisflokkin, tí ræðslan, ið serliga løgmaður hevur, heldur lív í hesum Harakiripilotum. Vit áttu nú at framt broytingar innan ríkisfelagsskapin skattalætta fyri allar inntøkur. Bygt Føroyar uppaftur. Tað átti at verið ein meiriluti fyri hesum politikki á Føroya Løgtingi. Løgmaður eigur, eftir míni hugsan at hugsa um Føroyar og vælferðina, og tí skipa eina breiða samgongu við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin. Tað hevði verið í tráð við ein sera stóran meiriluta i Fólkaflokkinum. Tað vísir nevniliga seinasta veljarakanning. Fullveldisbrotsverki bert eydnast tí Sambandspolitikkur er rikin í verki: Fullveldisætlanin hevur alla tíðina verið eitt brotsverk ímóti Føroyum. Hesin glæntrileikur hevur bert gingið, tí loysingarsamgongan í verki hevur ført ekspansivan Sambandspolitikk. Um loysingarpolitikkur varð framdur høvdu skerjingar verið á øllum økjum og serliga í Tórshavn har almenni sektorurin er størst. Og skattahækkingarnar øðiligar. Um Tjóðveldið og Fólkaflokkurin høvdu havt framgongd um neyðugar loysingar skerjingar, uppsagnir og skattahækkingar vórðu framdar seinastu 3 árini við útliti til somu OYÐIMARKARGONGD komandi 20 árini, fer ein at ivast í. (Tá høvdu einstakir rithøvundar uttan iva havt tilfar nokk at skriva um í einum kreppuraktum Føroyum). Men framgongd tá teir fremja Sambandsflokspolitikk, stórt sæð, tað vísir, at vit í Sambandinum eru á rættari kós. Nýskipanaruppskotið neyðugt: Á ríkisrættarliga økinum er nú neyðugt at taka undir við komplettum Sambandspolitikki og seta í verk Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins. Tað er nevniliga trygt fyri allar føroyingar og Føroyar. Tað kunnu vit liva við - øll. Vit siga nei til at høvuðsrættur okkara verður tarabløð. Mannarættindi -Kvinnurættindi Eg var sera fegin at lesa leiðaran í Sosialinum ídag 6. des. 2000 Endiliga hevur ein miðil tikið seg saman til á ein sámuligan hátt, at gera vart við, hvussu álvarsligar fylgjur tað hevur fyri samfelagið, at alt ov fáar kvinnur eru við til at mynda menningina og taka avgerðir. Súsanna Dam Spurningurin er hvussu væl fólkaræðið virkar, ella um tað í heila takið kann virka i einum samfelag, sum er so totalt mansdominerað, eins og Føroyar eru. Men hvussu kunnu vit vænta at kvinnur skulu vera roknaðar sum skilvísar verur, tá vit dag um dag lata ein stovn sum Útvarp Føroya hóreiggja sær, sum teir gera. Skráin er at vísa seg gjørd av monnum um menn, til menn at lurta eftir. ÚF kundi fyri tað havt yvirtikið skipanina hjá gomlu spartanarnum. Púra rætt, húsfaðirin er eisini hann, ið fær rokningina fyri útvarpsgjaldið. Í morgum tosaði útvarpið við eina listakvinnu, sum í hesum døgum vísir fram list sína í New York, men útvarpsmaðurin lýsti hana sum frú Tordur Niclasen!!! So kemur næsta sending, Jógvan Arge lesur 16 part av tí sera kvinnudiskriminerandi Tættir úr Kirkjubøar Søgu. Endursending minst einaferð afturat, um ikki øll skuldu havt fingið við, hvussu lítið virdar kvinnurnar í Kirkjubø vóru. Fríggjakvøld og leygarkvøld í ÚF eru rein mannfólkadyrkan, so at tú nærum ivast í um prátið er heilt normalt. Hvussu sjúkt tað er, hoyrdist seinasta vikuskifti tá einhvør úrmælingur - male sjálvsagt - frambar sínar genialu hugleiðingar um kvinnuligar bilførarar. Ein hugleiðing, sum útvarpsverturin frammanundan hevði lýst viðkomandi og beinrakna at vera. Og hvør minnist ikki blondinusøgurnar sum plágaðu okkum hvønn einasta seinnapart eitt heilt summar. Okkurt skilafólk mátti starvast í útvarpinum, kundu vit ikki hjálpt teimum at skumpa ítróttarbýttlingarnar ella onnur líka fjantut og týdningarleys mannfólk burtur, so tey í staðin fyri kundu farið at nýtt ÚF til at lýsa veruliga heimin og teir spurningar, sum snúgva seg um dagligu tilveruna hjá okkum øllum. Vit mugu í hvussu so vera greið yvir, at her restar nógv í, at kvinnur fáa sín sjálvsagda lut í øllum lívsins viðurskiftum, og tí er tað eitt virðismikið stig, at Sosialurin tekur henda spurningin upp á leiðarastøði. Ein kettling í jólagávu? Nei takk Nú tað er jólagávutíð, so er tað tíð til at minna fólk á, at tað er eitt ómetaliga ringt hugskot at geva livandi dýr í jólagávu. Hvørki ein ella tveir kettlingar (ella fimm, sum fólk, ið hava kettufarm bjóða framm í lýsingunum) ella ein hundahvølp. Jonna Justinussen Avgerðin um at fáa sær eina kettu ella hund, skal ikki takast av øðrum. Tað er nakað tú gert, tá tú hevur hugsað teg gjølla um, tí tað fylgir nógv arbeiði við. Hetta er eitt arbeiði, sum summi gera við gleði, og onnur ikki kunnu fordraga. Hesi seinastu eiga sjálvandi ikki at hava kelidýr. Tað er eisini tíð hjá mær at fortelja søguna um ein lítlan fittan kettling, sum ikki er til meira. Hann kom tíverri ikki til tey røttu fólkini. Familjan fekk hann í desember mánaða. Kanska var hann jólagáva, eg veit tað ikki. Men hann, kettlingurin, vísti seg at vera ein ketta, og hendan lítla kettan (lítil, tí hon var ikki heilt vaksin) fekk kettlingar í august mánaða, tvs. 8 mðr. gomul. Kettlingarnir blivu avlívaðir, men fólk gloymdu at geva mammuni, tí lítlu kettuni, p-pillarar, so hon gjørdist upp á vegin beinanvegin. Har gekk ein vilstur, heimleysur frensur í grannalagnum. Tað var ivaleyst hann, sum voldtók tað lítlu kettuna. Hann hevði ikki havt áhuga fyri henni, um hon hevði fingið p-pillarar, og so var onki hent. Familjan tímdi ikki at hava stríðið, ongin var heima um dagarnar, og kettan gekk úti allan dagin. Ongin hurð var á gloppi og ongin lúka, so hon kundi fara inn, og tí royndi hon at sleppa sær upp í onkran heitan barnavogn. Ja, og hvat halda tit so, var endin á hesum >>lítla fitta kettlingi< er í samsvar við vanliga gongd, men tó vert at ansa eftir. Tað kann vera bæði gott og ringt, tá nógvar gillur eru ímillum. Men vanligt hevur ikki verið, at veiðimaðurin vil hava tað smáa. Tað hevur ofta verið blakað útaftur, ella í øðrum lagi greipað. Men nú tykist, sum alt verður tikið og avreitt. Og grundin er helst sera einfald. Prísurin er í toppi. Tøl hjá Fiskamarknaðinum á Toftum vísa, at í heyst er nøgdin á gripufiskinum, toski 5, vaksin munandi seinastu tveir mánaðirnar. Viðmerkjast skal, at ikki bar til at fáa tøl fyri december, so seinastu avreiðignartølini, vit hava fingið hendur á, eru fyri november mánað. Men í prosentparti av samlaðu toskaveiðuni liggur toskur 5 - greipufiskur ella gillur, sum hann vanliga verður nevndur - uppi á 10,73% í november, meðan parturin í januar var 4,14 %. Tað er einki óvanligt í, at smáfiskurin verður fiskaður um heystið. Tí tað er tíðin, hann kemur inn á grunnin. Soleiðis er tað bara. Og tað vísir seg eisini, verður sagt av Fiskiveiðieftirlitinum, at tað eru teir smáu bátarnir, sum avreiða hendan fiskin. Av Fiskiveiðieftirlitinum verður sagt, at tey hava fingið fráboðanir um, at nøgdin av greipufiskinum er vaksin munandi, og at tey eisini hava kannað hesar fráboðanir. Til dømis hava fólk frá Fiskiveiðieftirlitinum verið inni á Toftum, har bátar hava avreitt til Fiskamarknaðin, eins og fólk hevur verið umborð á størru línuskipunum, meðan drigið verður. Fiskiveiðieftilitið sigur, at tað er heilt greitt, at tað eru smærri bátarnir, sum fiska fram við landi, sum fá tann smáa fiskin. Hjá línuskipunum er lutfallið púra í lagi, verður sagt. So er spurningurin sjálvandi, hvussu gerast skal við tað. Og har verður sagt av Fiskiveiðieftirlitinum, at tey hava heitt á menn um ikki at taka so nógv av hesum smáa. Men einki øki er tó stongt kortini. Og tað ber heldur ikki til at fara at friða alt sjóøki innan fyri 12 fjórðingar, hóast menn fiska smátt. Og so leingi prísirnir eru, sum teir eru, ver>ur ivaleyst alt tikið. Nevnast kann, at ein ávísan dag herfyri var meðalprísurin fyri tosk 5, sum er greipufiskurin millum 300 gram og 1 kg., kr. 10,59. So einki løgið er í, at hann verður dripin. Hinvegin órógvar tað ikki fiskifrøðingarnar, at smáfiskurin verður fiskaður nú. Tað er heilt í tráð við vanliga gongd, og at nøgdin er hampiliga stór nú, passar eisini við tær yngulkaningar, gjørdar vór>u í 1997 og 1998. Av Fiskirannsóknarstovuni ver>ur sagt, at teirra kanningar av hesum báðum árgangunum siga, at tað var heilt hampiligt, og tað tykist fiskiskapurin nú at prógva. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Herfølge fær bót Europeiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur givið Herfølge 6.000 sveisarafrankar í bót Upphæddin, sum svarar til 20.000 kr., skal gjaldast, tí spælararnir hjá donsku meistaranum skikka sær ov illa á vøllinum. Tá Herfølge varð sligið úr UEFA cup kappingini móti grikska AEK athen, fingu fimm spælarar á danska liðnum gula kortið, og hetta heldur UEFA vera í meira lagi. Umframt Herfølge, hevur eisini Viborg fingið bót. Bótin hjá teimum var 7.000 frankar, svarandi til 35.000 kr. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo GÍ styrkir álopspartin Pólverskur áleypari skal komandi árið gera álopið hjá gøtumonnum hvassari Fótbóltur Fyri stuttum skrivaðu vit, at gøtumenn hava gjørt avtalu við ein pólskan miðvallarleikara. Ein av tí slagnum, sum kanska er komin nakað upp í árini, men hinvegin eisini ein leikari við drúgvum royndum á bæði felags- og altjóða støði. Helst hava gøtumenn havt í umbúna at styrkja um annað og meira enn miðvøllin. Í øllum førum er tað nú ein sannroynd, at tað verða tveir pólverjar millum leikararnar, sum komandi ár fara at stríðast um pláss á liðnum. Talan er umframt miðvallaran, eisini um ein nýggjan áleypara, Marek Wegil. Hesin er 31 ára gamal, og hevur í nógv ár verið í pólskum fótbólti, har hann hevur spælt í næstbestu deildini. Petur Holm, nevndarlimur í GÍ, sigur við Sosialin, at hesin spælaran kanska ikki tykist heilt so sterkur á pappírinum, men smb. keldunum hjá Gøtumonnum er talan tó um ein leikara, sum ivaleyst kann styrkja um álopspartin. Víðari sigur Petur, at sáttmálin við leikaran fevnir um eitt ár, men at fyrstu vikurnar av hesum eru ætlaðar sum royndartíð, soleiðis at partarnir fyrst kunnu meta eitt sindur um hvønn annan. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Vøkur sprund Umframt sterkar menn, verður eisini høvi at síggja vøkur sprund uppi á Hálsi Sterk&vøkur Sumk nevnt aðrastaðni í hesum síðum, so fara Regin Vágadal og Sámal Jóhannis Joensen at kappast uppi á Hálsi komandi hósdag. Umframt at kappast verður í styrki, so verður eisini ein onnur, og kanska eins spennandi kapping á skránni. Eingin steðgur Miss Galaxy eitur kappingin, og her verða tað føroysk konufólk, sum fara at dystast, og kappingin fevnir ikki bara um at síggja væl út. Kappingarnar hjá kvinnunum fara fram meðan sterku menninir hvíla seg, og tí verður ikki talan um nakran langan steðg ímillum kappingirnar. Nakað sum nógv annars hava funnist at fyrr. Í altjóða høpi Sum nevnt, so ræður ikki bert um at rigga væl í hesari kapping, men konufólkini mugu eisini vera kropsliga væl fyri. Tær báðar fyrstu kappingarnar skulu sprundini ganga í ávíkavist kjóla og bikini, meðan seinasta kappingin er eitt slag av forðarenning, har tær skulu sveiggja seg eftir nøkrum rimum, klintra upp um veggir og grulva gjøgnum rør. Sum nakað heilt nýtt, fær vinnarin av hesari kapping møguleikan at sleppa út í heim at kappast. Miss Galaxy er nevnliga ein altjóða kapping, og vinnarin av kappingini í Føroyum fær høvi at luttaka í bæði EM- og HM høpi, og verða hesar kappingarnar í ávíkavist Barcelona og Beijing. Regin Vágadal sigur, at talið á luttakarum væntandi fer at verða millum átta og 10. Talið var annars væl høgri, men tá tað kom fram, at tær eisini skuldu vísa seg í bikini, vóru fleiri, sum lupu frá, sigur Regin, sum annars ætlar, at kappingin skal verða afturvendandi. Sum nevnt, so verður kappingin í Ítróttahøllini á Háldi komandi hósdag kl. 20.00 Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Føroyingar móti heimsmeistarunum Um góða viku skulu sterkastu føroyingarnir royna seg móti heimsins sterkasta pari Styrki Fólk tíma ikki longur at hyggja at, hvør verður føroya sterkasti maður. Tað heldur Regin Vágadal í øllum førum, og satt at siga, so man spenningurin um hesa kapping ikki vera so stórur longur, sum hann onkuntíð hevur verið. Tískil hevur Regin gjørt av, at hann ístaðin fyri at stríðast við teir sterkastu her heima, heldur fer at royna seg móti heimselituni, og fyri heimligu áskoðararnar verður talan um eitt spildurnýtt slag av kapping. Sámal verður við Talan er nevnliga ikki um eina kapping, sum líkist tí um Atlantsrisan, men um eina kapping, har luttakararnir kappast tveir og tveir. Regin hevur áður umboða Føroyar í slíkum kappingum, men tá hevur tað verið í parti við onkrum útlenddskum íðkara. Sum nakað spildurnýtt verður tað nú ein føroyingur, sum verður í parti við Regini, og hesin er helst tann einasti, sum her heima hevur givið Regini nakað av mótstøðu, nevnliga Sámal Johannis Joensen. Regin sigur, at teir báðir hava vant miðvíst í eina tíð, og á fleiri økjum hava teir betra munandi um avrik síni. Eitt nú vísir Regin á, at teir hava skorið nærum ein triðing av tíðini, tá teir hava roynt at koppa dekk. Móti heimsmeistarunum At fremja eitt gott avrik, verður eisini neyðugt, um teir báðir skulu gera sær nakrar vónir um at vinna kappingina, sum verður í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Mótstøðumenn teirra koma úr Finnlandi, og seinastu fýra árini hevur Finnland eisini vunnið kappingina um at gerast heimsins sterkasta par. Annar parturin í sterka parinum kann í løtuni eisini rópa seg heimsins sterkasti einstaklingur, tí Janne Virtanen vann kappingina í Suðurafrika, har Regin annars kom í finaluna. Afturat sær hevur Janne Jani Tolonen. Ætla sær uttanlands Spurdur, um samstarvið við Sámal Jóhannis er ætla sum ein varandi loysn, sigur Regin, at tað í øllum førum er ætlan teirra. Enn hava teir ikki boðað frá luttøku í nakrari aðrari kapping, men sjálvur vónar Regin, at hetta fer at bera til hjá teimum. Tað er eitt sindur keðiligt, at man altíð er einsamallur á ferðunum, og tí hevði tað verið hugaligt, um vit vóru tveir, sigur Regin. Úrslitini í parkappingunum verða heldur ikki nóg góð, tá eg ongantíð eri í parti við tí sama. Eg havi onkuntíð verið við einum hollendingi onkuntíð við einum dana og onkra aðra ferð einum finnlendingini, og tá verður samspælið okkara millum ongantíð nóg gott. Kappingarnar Fyrsta royndin hjá teimum báðum verður so hósdagin, 28. januar, og tá verður kappast í fimm greinum. Fyrst skulu 30 sekkir við MBM fóðuri (1200 kg íalt) flytast í eini >>loading-event<<. Hetta verður gjørt soleiðis, at annar hvílir, meðan hin lastar, og so gera teir sjálvir av, nær teir skiftast. Eftir hetta skulu teir í felag halda einum 50 kg tungum Sony-sjónvarpið í strektum armum, og tá ræður sjálvandi um at halda so leingi, sum gjørligt. Í hesum sambandi kann nevnast, at í júst hesari kappingargrein hevur Sámal Jóhannis vanliga verið sera sterkur. Triðja kappingin er tann vælkenda dekk-koppanin, har eitt stórt dekk skal koppast yvir ein ávísan tein. Her verður kappast í trimum umførum, og er vinnarin so tað liðið, sum vinnur tvey av hesum. Í næst seinastu kappingini ræður um at lyfta ein viðarbul upp um høvd so ofta sum gjørligt. Hvørt liðið hevur tríggjar minuttir at lyfta í, og eins og í fyrstu kappingini, er tað bert annar parturin, sum lyftur í senn. Fyri áskoðararnar er seinasta kappingin kansk hin mest undirhaldandi. >>Pool-push<< eitur kappingin, og pørini tá royna at kroysta hvønn annan úr einum avmerktum øki við hjálp av einum viðarbuli. Kappingin verður sum nevnt 28. desember, og lagt verður til brots kl. 20.00. Hildið verður so fram til allar greinarnar eru av, og verður hetta væntandi umleið kl. 22.00. ODDAGREIN: Ferðslan og jólini Hví júst á jólum! Hví skuldi vanlukka henda júst nú? Hetta er spurningur, sum mong av okkum seta nettupp um jóltíðir, tá ein ella onnur vanlukka, oftast í ferðsluni, elvir til skaða ella enn verri deyða. Hvussu oftani hava vit ikki verið vitni til, at tað nettupp hesa gleðishátíð henda óhapp og vanlukkur, sum raka so meint! Sum skilst eru vit enn sloppin undan syndarligum vanlukkum hesi jólini. Men jólini eru ikki av enn. Hektiskir jólainnkeypsdagar eru fyri framman. Fólk, sum eru ov sein á sjóvarfallinum, skulu gera síni innkeyp í síðstu løtu. Tað í sær sjálvum kann skapa grundarlag fyri óhappum og vanlukkum í ferðsluni. Tann øgiliga ferðslan, her serstakliga á stóru plássunum, er eitt ávaringartekin til okkum øll. Ikki minst eiga teir mongu bilførarnir at hava eyguni eftir fólki, sum eru til gongu. Útvarpið visti nú um dagarnar at siga frá, at mongu jólahaldini høvdu ikki havt við sær, at fólk vórðu tikin fyri at hava koyrt ávirkað. Hetta er gott tekin. Tað er sjálvandi ikki rætt at siga, at summi óhapp og summar vanlukkur eru meira meiningsleys enn aðrar. Tó megu mong av okkum halda og ásanna, at vanlukkur, sum standast av ábyrgdarleysari koyring, eru meira meiningsleysar enn aðrar. Hinvegin vita vit, at akfør eru potientiellir dreparar um ein kann siga tað so. Ein skjóttkoyrandi bilur við einum óvandum og ábyrgdarleysum bilførara er einki minni enn eitt effektivt morðvápn. Um vit vilja tað ella ei. Er rúsur við í leikinum, so vita vit, hvat hann kann føra til. So mong syrgilig dømi eru um, at fólk hava latið lív orsakað av manglandi medviti og ábyrdarloysi hjá tí, sum situr við rættið. Tað er menniskjansligt at gera mistøk verður tikið til. Tað óhepna er tó, at mistøk í ferðsluni kunnu hava mein fyri lívið ella deyðan við sær. Tí er tað at vera bilførari nakað meira, tað er nakað, sum eigur at krevja nakað meira av okkum øllum. Tvs. at við koyrikortinum má og skal fylgja ein eyka ábyrgdarkensla, tí bilurin tú hevur fingið ábyrgdina av, er ein potentiellur drepari, so nógvar kreftir eru uppá spæl. Manga staðni verður hetta at drepa fólk í ferðsluni ikki mett eins álvarsligt sum tað at skjóta eitt fólk. Men í veruleikanum kunnu hesi bæði tingini samanberast. Tí nógvar deyðsvanlukkur stava frá fullkomnari ábyrgdarleysari koyring. Í Bretlandi viðgera teir í løtuni uppskot, sum skal herða revsingina fyri tey, sum drepa onnur í ferðsluni. Ábyrgdarleys koyring kann í dag verða revsað við 10 ára fongsuli í Bretlandi, men tað er sjáldan, at slíkir dómar verða avsagdir. Nú ætlar stjórnin at krevja av dómstólunum, at ábyrgdarleysir bilførarar, ið drepa fólk í ferðsluni, fáa upp í 10 ára fongsul, tvs. at tað verður nærum mett ájavnt við at taka pistólin fram og skjóta eitt fólk. Latið okkum her heima virða hvør annan, og tað er m.a. við at bera seg rætt at í ferðsluni. Sosialurin Duruta Stuttsøga eftir Anreas Poulsen (Dia) í Bø Seint var á kvøldi. Tvey ung vóru á veg millum býlingarnar. Duruta og Jóan, sum nøvn teirra vóru, vóru komin at verða góð hvørt við annað, hóast teirra unga aldur. Men hvør kann siga, nær ástin skal vakna? Tá hon kemur av sær sjálvari, so er tað í lagi. Ástin er ofta óstøðug hjá teimum ungu, men ikki so sjaldan gjørdist fyrsta ungdómsástin kærleiki fyri lívið, sjálvt um tey ungu vórðu skild frá hvørjum øðrum. "Hvat munnu foreldur tíni at siga, at vit hittast?" spyr Jóan. "Hvat skulu tey siga?" svaraði Duruta og tók um hond hansara. "Tú ert bóndadóttur," segði Jóan. "Ja, tað eri eg; og tú ert bóndasonur," segði Duruta. "Faðir eigur ikki so nógva jørð, sum faðir tín, og mín partur verður helst lítil; vit eru so nógv systkin," segði Jóan. "Tað kann vera, at faðir eigur meira av ogn enn faðir tín, men eg eri ein genta, so tað man fara at verða lítið í mín part. Og vit eru eisini nøkur systkin. Vit skulu ikki vera døpur, um vit onga jørð eiga, eru vit góð hvørt við annað, skal tað ivaleyst ganga. Tað gongur eisini hjá teimum, sum onga jørð eiga, og kanska tey eru lukkuligari, enn tey, sum nógva jørð hava." "Ja, vilt tú verða mín og ein útróðrarmanskona, so verði eg glaður. Men at hava hjallin á sjónum er tiltikið." Jóan segði ikki meira, men hann visti, at bóndur vildu, at døtur teirra giftust múgvandi bóndasynum. Tað var tryggari og meira æruvert enn bara at líta á sjógvin og so at vera bønamaður hjá onkrum bónda. Tey fylgdust til Norðastustovu, heim Durutu. Áðrenn Duruta fór innar, høvdu tey lovað hvørjum øðrum, at tey altíð vildu elska hvørt annað. Hetta komu tey eisini at halda. Men tey komu at sanna, at kærleiki millum tvey, sum ikki fáa loyvi at liva saman, er sárur, ja, pínir tey, sum eiga hann. Lívið verður ein byrða. Tú kanst látast at vera glaður í løtum, men tað verður eingin sonn gleði, tí altíð vil kærleikin til tann, tú elskaði, koma fram í huga tínum. Tá mást tú finna tær eitt stað, har tú kanst verða í huganum saman við ástarvini tínum, siga honum, at tú framvegis ert góður við hann, spyrja, hvussu hann hevur tað, um hann eisini er góður við teg, siga, at tú ynskir, at hann og øll hansara hava tað gott. Seinast fellur eitt tár, eitt eymt kærleikans- men treiskt tár. Og tá tú hevur oyst og tømt tína ástarkeldu, kanst tú fara aftur til verka. Duruta og Jóan komu saman, tað sum eftir var av vetrinum. Og várið kom og fór, men enn søgdu foreldur hennara onki. Um tey onki vistu, ella onki vildu siga, visti hon ikki. Tó vita tað, tað máttu tey. Sovorðið duldist ikki. Men so ein dag, meðan móðir og dóttir vóru einsamallar í roykstovuni, bar móðir hennara tað upp á mál við hana. Hon segði, at sjálv setti hon seg ikki ímóti, um hon vildi hava Jóan, men helt, at hon var so ung enn. Hon hevði tíðina fyri sær. Ein átti ikki at binda seg so tíðliga. Men faðiri hennara dámdi tað lítið. Ja, hann var beinleiðis illur. Tað var hon, móðirin, sum hevði biðið hann bíða við at siga nakað. Kanska fóru tey ungu at broyta hugsan. Duruta hugdi upp á móður sína: "Nokta tit Jóani og mær at koma saman, verður tað at skilja meg frá tykkum. Eg eri góð við Jóan, og eg komi ongantíð at elska nakran annan." "Bíða nú, lát ikki so í, tú ert ung enn. Vit vilja tær alt tað besta. Lívið er ikki bara dansur á rósum. Nakað krevst til lívsins uppihald, og faðir tín heldur, at Jóan er ov fátækur til gera teg eydnuríka." "Faðir og tú eiga almikið til lívsins uppihald, men eru tit eydnurík? Ert tú, móðir, lukkulig?" Nú var Duruta ill. Hon næstan angraði tað, hon hevði sagt. "Um eg eri lukkulig, ja, tað veit eg ikki, hvat eg skal siga til. Faðir tín hevur verið arbeiðssamur. Hann hevur røkt garðin væl. Okkum hevur ongantíð trotið nakað. Vit hava verið mett og verið væl klødd. Faðir tín er harðligur og bonskur av lyndi, tað er hann. Men øll hava vit okkara av tí góða og tí illa. Hann hevur kanska ikki sýnt tykkum so nógvan kærleika, men hann er góður við tykkum kortini. Eingin livir av berum kærleika. Og eg eri nøgd við lívið," segði móðir hennara. "Eg verði ikki nøgd við lívið, um eg ongan kærleika fái, og ongan kærleika fái givið. Eg vil elska mann mín, og eg vil verða elskað av honum." Duruta segði onki meira, og móðir hennara tagdi eisini. Hon hugsaði við sær: "Er hetta Duruta, dóttir mín, sum tosar so? Hon, sum er so ung. Tosar um at elska, um kærleikan." Hon mátti líta at henni, har hon stóð við vindeygað. Vøkur var hon. Ei undur í at drongirnir fjeppaðust um hana. Nú var hon álvarsom, men óð var hon ikki longur. Men móðirin visti, at hon goymdi tað, hon hevði sagt, í sinninum. Og móðirin hugsaði víðari:"Var tað nú satt, sum eg segði? Havi eg verið nøgd? Havi eg ikki ofta ynskt, at Hanus sýndi mær kærleika? og havi eg ikki sjálv viljað sýnt honum kenslur mínar? Jú, men hann legði líka í kenslur. Hann var kaldur og kensluleysur frá fyrsta degi, og so varð hon eisini kølnað. Børn høvdu tey fingið, men tey kundi ein fáa uttan tær heitu kenslur og kærleika. Og nú gekk hon her og fekk at vita frá síni blaðungu dóttur, at soleiðis ætlaði hon ikki at liva lívið. Hon valdi mannin, sum hon elskaði, og so skuldi lívið laga seg hareftir, meðan hon, móðir hennara, hevði valt mannin, sum átti nógva jørð, og so skuldi lívið laga seg eftir tí. Nú sá hon, hvussu skeivt, hon hevði borið seg at. Hon hevði gift seg við nøkrum merkrum av jørð. Samlívið við mannin kom í aðru røð. Hon var eins og Hanus. Garðurin og tað, tey áttu av jaraðarognum kom fyrst. Hanus hugsaði mest um, hvussu til stóð á garðinum, um seyðin í haganum og neytini í fjósinum. Sjálvandi skuldi alt hetta gerast, men eitt var, at tað tók nógva tíð at arbeiða, annað var eisini at hugsa um tað, tá ein fríløta beyðst. Tey høvdu eisini arbeiðsfólk, bæði húskallar og arbeiðskonur, og tey vistu sjálvi, hvussu arbeiðið skuldi gerast. Nústaðni sá hon, hvussu tómt, kærleiks- og gleðileyst hennara hjúnarband hevði verið. Gleðin var, at tey høvdu smíðað ein neytabás aftrat, síðan tey tóku við garðinum, at áseyðatalið helt sær støðugt og at garðurin varð hildin í góðari røkt og tí gav væl av sær. Men hon sá nú, at hon hevði saknað nakað, og nú hevði dóttir hennara víst henni á, hvat tað var: Kærleikin millum millum hjún; gleðin at geva og fáa. Skuldi hon liva lívið umaftur, so skuldi hon verið sum dóttirin. Hon skuldi valt kærleikan fyrst." Nú vóru Hanus og húskallarnir komnir í túnið. Teir talaðu lítið. Teir mundu vera móðir og svangir av dagsins strevi í bønum. Hon fór at geva teimum nátturða. Niðurfaringatíð var, og ein dagur kom væntandi aftur í morgin. Tað ráddi um at vera hvíldur til dagsins verk Ein morgun hetta summarið rópti grindaboð í Stóruvág, og hvør maður fór í grind. Nú mátti hoyggj vera hoyggj, ella mátti konufólkið einsamalt taka sær av tí. Í grind komu bátar allastaðnis frá. Grindin var góð at fáa. Kom hon ikki, so var mangan svangligt, serliga hjá honum, sum onki átti á landi. Aftaná drápið komu menninir inn í húsini at fáa sær ein bita at eta og ein drekkamunn. Vanliga varð farið har, kennskapur ella slektskapur var. Eisini í Norðastustovu komu grindamenn. Faðir Durutu beyð teimum innar í stovuna, síðan kom hann uttar aftur í roykstovuna og bað konuna og dóttrina geva teimum at eta. Gestirnir vóru úr Norðfirði. Duruta var biðin at borðreiða fyri teimum. Tað var ikki sørt, at hon firnaðist fyri at gera tað. Menninir vóru fremmandir. Hon kendi ongan teirra. Hon hevði hug at rodna, tá allir hesir menninir hugdu at henni. Fleiri vóru rættuliga ungir, og tað gjørdi tað ikki betri. Hon legði til merkis, at fleiri av teimum yngru hugdu í so kannandi at sær, og hon mátti viðganga, at hon nýtti tað, tá hon einaferð var komin fyri seg. Tað gjørdi nú onki, um ein sá onnur fólk og serliga ung onkuntíð. Tá grindamenninir høvdu fingið og sitið eina løtu og prátað, fóru teir avstað. Hanus beyð teimum at koma inn aftur seinni, um teir høvdu hug. Hesin dagurin gekk fyri tað mesta við at borðreiða fyri grindafólki. Men arbeiðið á garðinum mátti eisini gerast. Um kvøldið komu faðir Durutu og ein annar maður inn, og teir fóru í glasstovuna. Duruta kendi mannin aftur frá fyrr um dagin. Hann var úr Norðfirði. Hanus beyð manninum sess, fór eftir fløsku og glasi og skonkti. Haraldur, sum maðurin æt, var bóndi. Hevði 10 merkur í festi, so hann var vælamaður. Hanus kundi vera errin at hava fingið slíkan mann á gátt. Teir drukku nøkur gløs, og brátt fóru tey at gera sína ávirkan. Hanus reypaði um sín garð, hvussu væl alt stóð til, bæði við seyði og neytum. Haraldur afturímóti segði frá sínum stóra garði. 10 merkur góðu nógvan seyð, og grasið var til nógv neyt. Teir vóru líkamenn, báðir av góðum fólki, sum teir søgdu. Einaferð sigur Haraldur: "Tú eigur døtur, og eg eigi son, Trónd. Skulu vit ikki royna at fá tey saman?" Hanus var kvikur at svara aftur. Hetta kom væl við hjá honum. Duruta, ja, hon skuldi tað verða. "Jú, eg eigi døtur. Hvat líktist tær á hana, sum borðreiddi fyri tykkum í dag?" "Tað var hana eg hugsaði um. Hana, haldi eg, Tróndur fegin vil hava. Hvussu eitur hon?" spurdi Haraldur. "Hon eitur Duruta," svaraði Hanus. Og legði hann aftrat: "Eg skal siga tær, at eg verði fegin, um hetta kemur í lag. Eg havi hoyrt, at hon skal hittast í loyndum við ein drong hiðani úr bygdini. Faðir hansara eigur ikki nógva jørð, og fleiri eru børnini, so hann verður fátækur maður. Til slíkan mann lati eg ikki dóttur mína. Men hetta unga tonkir onki um lívið. Heldur ikki er hann av góðum fólki. Abbi hansara tók ein deyðseyða einaferð. Virðið var ikki nógv í honum, men hann átti hann ikki, so hann skuldi latið hann ligið." Hetta helt Haraldur eisini. Báðir hildu, at blandaði tú hvítt og svart saman, varð úrslitið grátt. Best var, at hvítt og hvítt komu saman. Við hesum meintu teir við Durutu og Trónd. At menniskjan øll var fallin í synd, og tí ongin munur var, høvdu teir ikki fatað, sjálvt um teir høvdu sitið fremst í kirkjuni og harvið skuldu hoyrt best. Ogn teirra var gáva frá Gudi, afturfyri at teir og forfedrar teirra høvdu ført seg væl millum manna. At teir róku rossini í haganum inn í grannahagan úr egnum haga, tá ongin sá, at teir søgdu seg at eiga øll tey ómarkaðu lombini, ið komu í rættina, um teir ikki kendu tey, og at teir hildu, at markini á teirra stykkjum í bønum máttu otast úteftir fyri ikki at minkast, hildu teir vera sjálvsagt. Tað ráddi at varða væl um tað, sum Várharra hevði litið teimum til. Ognin gav teimum eisini vald í bygdini. Fátækramaðurin visti, at hann stóð seg best við at halda alt tað, sum valdshararnir teir søgdu, um tað var skrivað ella óskrivað lóg í landinum. Hetta hildu Hanus og Haraldur vera í lagi. Onkur mátti ráða úti í bygdunum. Kongur og hansara menn kundu ikki fylgja við, hvat fyrifórst úti um landið. Og teir hildu seg vera næstar til tað. Áðrenn teir skiltust, høvdu teir gjørt av, at teir skuldu tosa við børn síni um hjúnalag. Og brúdleypið skuldi verða longu í vetur. Hanus hugsaði, at Duruta var nakað ung, bara 18 ár. Men hon hevði sjálv valt sær drong, so hon mundi vera búgvin til tað. Eisini helt hann tað vera best at fáa hana í hjúnalag so skjótt sum gjørligt. Slíkur drongur sum Tróndur beyðst ikki á hvørjum sinni. Ongin visti heldur, hvat kundi verða burturúr millum Durutu og Jóan. Hvat Duruta fór at siga til hetta, helt hann seg vera føran at loysa. Duruta og Jóan hittust ikki so ofta eftir, at grindin var deyð. Faðirin legði meira arbeiði á hana, so fríløtur vóru mest sum ongar. Tó, onkuntíð kundi tað henda, at tey sóust. Duruta og ein arbeiðskona, sum æt Jóhanna, vóru vinkonur. Hon bar boð millum Jóan og Durutu, segði Jóani nær løgir vóru at hittast, og hvar tað kundi vera. Hetta gjørdi tað hóast alt meira spennandi. Tey vistu ongantíð hvar ella nær tey kundu hittast. Var veðrið ringt, so hittust í sornhúsinum ella í onkrum gróthúsi. Var gott veður, so kundi tað vera úti onkustaðni. Jóhanna, sum sagt, bar boðini ímillum; segði hvar stevnumøtið skuldi vera. Tað var óunniligt at fara niðan í sornhúsið í óveðri og myrkri. Kanska var Jóan ikki komin. Men tað var hann oftast. Betri var, tá veðrið var gott, og tey kundu hittast í bønum. Tá sást mánin og stjørnurnar, og tá var ikki so myrkt. Men hetta var spennandi at sníkja seg til sornhúsið, fara inn, og so var hann, hon elskaði, har og tók hana í favn og kysti hana. Men hvat um tað nú var onkur annar drongur, sum var í sornhúsinum? Hon óttaðist tankan. Ella at ganga niðan í bøin at hitta hann, knappliga hómaðist eins skuggi har, og tá var tað Jóan. Men hvat, um tað var onkur annar? Jú, hetta var spennandi. Hon var góð við Jóan. Og hon visti, at hann eisini var góður við seg. Ein dagin tíðliga um heystið rópti Hanus Durutu innar í stovuna. Har segði hann henni tað, sum Haraldur í Norðfirði og hann høvdu avrátt í grindini, sum hevði verið um summarið. Nú vóru boð komin, at tað var í lagi við hjúnalagi millum Trónd og Durutu. Haraldur hevði tosað við sonin, og tá Tróndur fekk at vita, hvør Duruta var, samdist hann fegin við faðirin um tað. Hann hevði sæð Durutu, tá hann var í Stóruvág í grind í summar, og ikki fingið eyguni av henni, meðan hon borðreiddi fyri teimum. At hon skuldi bjóðast honum, helt hann næstan ikki vera satt. Hann mintist aftur á hana, har hon gekk og stákaðist fyri teimum í stovuni. Miðalstór, myrkhærd, eygnabrýrnar vóru vakrar um hennara livandi eygu. Hon var vøkur. Hann hevði hugsað, hvussu tað hevði verið at kyst hana, og nú skuldi hon verða kona hansara. Tað kendist vónríkt. Fyri Durutu varð hesin dagurin tann ringasti í lívi hennara. Hon royndi at tala ímóti faðiri sínum, segði, at hon hevði annan drong, sum hon var góð við. Hon kundi ikki giftast við nøkrum øðrum. Tað var eisini skeivt at gera móti Tróndi. Men faðirin var ikki at tosa við. Hann helt fyri, at hon skuldi vera glað og lukkulig at gerast bóndakona í Norðfirði. Tað var mong genta, sum øvundaði hana. At giftast manni sum Jóani, var tað sama sum at leypa beint í armóðina, og ikki kom hon úr henni aftur. Vildi hon ganga svong? Vildi hon, at hennara børn skuldu verða merkt av fátækradømi? Tað hevði hann ikki ætlað fyri síni abbabørn, segði hann. Og Jóan fór hon at gloyma skjótt. Tað var bara, tá ein var ungur sum hon, at ein tonkti, at til bar at liva av berum kærleika. Nei, tað skuldi meira til lívið enn tað. Bað hana gera seg til reiðar til brúdleypið. Tað skuldi verða um jóltíðir. Tróndur kom fyrsta dagin at vitja tey, og hon kundi so fara við honum til Norðfirðar. Nakað áðrenn brúdleypið skuldi vera, komu tey, faðir og móðir. Systkin o.o. í ættini skuldu koma í brúdleypið. Og áðrenn Duruta fekk málið fyri seg, var hann uttandura. Duruta fór at gráta. "Hví var lívið soleiðis? Hví kundi hon sjálv ikki ráða sær? Faðir segði, at hon var ov ung at hava Jóan, hví var hon so nóg gomul at giftast Tróndi? Var hon nóg gomul at giftast, var hon so ikki nóg gomul at ráða sær sjálvari?" Hon fór at hugsa um Jóan. "Hvat mundi hann halda um hana, at hon sveik hann fyri 10 merkur í jørð. Á, góði Jóan, eg elski teg og ongan annan. Men eg verði flutt við valdi. Eg verði altíð tín í huganum." Hon hugsaði longu, sum at tey vóru skild frá hvørjum øðrum. Hon visti, at faðirin gekk ikki frá sínum. Hann var kensluleysur, sum móðir hevði sagt. Meðan Duruta var í hesari sváru løtu, kom móðir hennara inn. Hon sá, at Duruta hevði grátið. "Góða barnið, hvussu veit við?" "Ja, tú veitst, at eg havi tað ikki gott. At tit kunnu vera so hørð! At flyta meg við valdi frá drongi mínum, frá vinfólki, ætt, frá bygdini, oynni og øllum tykkum. Hví eri eg ikki ov ung til tað?" segði Duruta hørm. Móðir hennara helt fyri, at hon var uttan skyld í hesum. Hon hevði tosað við faðir hennara, biðið hann bíða við at lova hana burtur, men hann var ikki at tosa við. Bað hana ikki verða líka býtta sum Duruta. Tað var ikki á hvørjum sinni, at tað stóð einum í boði at fáa 10 markagarð til dóttur sína. Faðirin helt seg gera væl ímóti henni. Duruta kom at hava tað gott í Norðfirði, bæði til matna og klædna. Duruta dugdi ikki at fata tað enn, so ung hon var. Men hon kom at skilja tað seinni, helt hann. Duruta kom ikki út úr kamari sínum, tað ið eftir var av degnum. Hon hugsaði um lívið hjá sær, hvussu tað hevði verið, og hvussu tað fór at verða. Faðirin var kanska góður við hana. Men hann hevði ongantíð sýnt henni, systkjum og mammuni tað. Hann var altíð í arbeiði. Var veður at vera úti, so var hann bønum ella í haganum. Var sjóveður, var hann á utróðri. Hann var raskur, tað søgdu øll, men fólk søgdu eisini, at hann leikaði so í, tí hann fyltist ikki. Hann helt, at høvdu tey kjøt, ull, mjólk og fisk, var tað nóg mikið. At gráta, flenna og vísa aðrar kenslur, var ikki fyri hann. Seint um kvøldið kom Duruta uttar í roykstovuna. Øll vóru tigandi og hugdu ikki at henni, uttan Jóhanna. Hon hugdi upp á hana og var syrgin. Hon sýndi henni samkenslu. Tá Jóhanna fór í fjósið at mjólka, fór Duruta aftaná. "Tú veitst, hvørja ætlan faðir hevur við mær," segði hon. "Ja, eg havi hoyrt tað, og eg havi samkenslu við tær, tí eg veit, at tú ert góð við Jóan, og kenni eg teg rætt, verður tú ongantíð góð við Trónd. Tú ert góð við Jóan og kemur ikki at elska nakran annan." "Eg haldi, at tú hevur rætt, eg komi ongantíð at elska nakran uttan Jóan; eg eri bara so. Eg eri ung, men Jóan og eg hava borið tokka til hvørtannað, líka síðan eg gekk til prest ella áðrenn tað. Sjálvandi var tað í spæli í fyrstani, men eg merkti, at Jóan eisini bar tokka til mín. So longu í spælinum birtist kærleikin okkara millum. Seinni er hann vaksin til nakað størri. Ja, vit hava lovað hvørt øðrum trúskap gjørgnum alt lívið, og nú skilir faðir okkum sundur. Kanst tú skilja, hvussu eg havi tað? Eg svíki Jóan móti mínum vilja." "Jú, sjálvandi skilji eg teg. Eg veit, at tú hevur tað ringt. Eg kann siga tær, at Jóan hevur tað ikki betri. Hann er í døpurhuga," svaraði Jóhanna. "Hevur tú sætt Jóan, og hvat segði hann?" spurdi Duruta. "Eg tosaði við hann í gjárkvøldið. Eg var niðri við Garð. Á veg niðanaftur møtti eg honum. Hann hevði verið her uttanfyri og vitað, um hann sá teg." "Hevði hann tað? Eg sleppi ikki so langt, sum eg eri long. Men bíða bara. Royn tú at finna Jóan í dag og sig, at eg vil hitta hann í kvøld við Lítlafoss. Eg skal royna at finna uppá okkurt at vaska í ánni," segði Duruta. "Tað skal eg gera. Eg fari inn til ommu eini ørindi, so tað man fara at bera til," svaraði Jóhanna. "Takk skalt tú hava. Tað er gott at hava eina vinkonu sum teg." "Tað er onki at takka fyri. Eg geri tað fegin." Jóhanna hugsaði um Durutu, tá hon fór út úr fjósinum við mjólkini. Duruta var eitt gott menniskja. Jóhonnu tykti synd í henni, at faðirin skuldi taka ræði av henni og gera av, hvønn drong hon skuldi hava. Var tað ikki Duruta, sum skuldi liva saman við honum. Hví hevði jarðargóðs alt at siga hjá summum? Í so máta var hon, Jóhanna, betur fyri. Ongin segði henni, hvønn drong hon skuldi hava ella ikki hava. Hon ráddi sjálv fyri tí. Hon var eisini góð við ein drong, sum hon visti eisini var góður við seg. Men hon og Krisjan, drongurin, vistu, at tey vóru fátæk og tí ikki sluppu at giftast uttan treytir. Og hesar treytir ætlaðu tey at lúka. Krisjan var farin í aðra oyggj at tæna sum húskallur, og hon var á Norðastustovugarðinum av somu søk. Tænastutíðin var 4 ár. Enn var skeiðið ikki hálvrunnið, men ein var fátækur og hevði lært at bíða í tolni. Tú fekst ikki nakað fyri onki. Tú mátti stríðast fyri tað, tú vildi hava, og hon var eisini hugagóð til tað. Tey ríku høvdu tað heldur ikki altíð so lætt sum eitt nú Duruta. Hon stríddist fyri tí, sum hon vildi hava í lívinum, men tað var eitt stríð, sum hon fór at tapa, meðan hon sjálv fór at vinna tað, sum hon hevði sett sær fyri. Hon sá fram til tann dag, tá Krisjan og hon skuldu deila borð og song. Song, ja, hvussu mundi tað vera at deila song við einum, ið ein ikki elskaði? Hon kundi ikki hugsað sær at farið í song við einum, hon ikki var góð við og so ígjøgnum eitt heilt lív. Tað mundi vera ræðuligt. Nei, hon skuldi ikki øvunda nakran. Hon var nøgd við lívið og síni foreldur, sum høvdu lært hana at vera nøgda við ta støðu, sum hon og tey vóru í. Gud var yvir øllum, og hann var við teimum fátæku eins og teimum ríku. Tað var at finna sær eitt stað í tilveranini, har tú vart tann, tú átti at vera: eitt menniskja, sum ikki royndi at seta seg sjálvt høgt, men livdi so fyri Gudi og menniskjum, at tú hevði góða samvitsku. Um kvøldið gjørdi Duruta seg til at fara út í ánna at skola burtur úr einum plaggi. Komin í ánna var Jóan har beinanvegin. Hon hon segði honum, hvat faðirin hevði gjørt. Hevði lovað hana burtur. Og hann varð ikki at víkja frá sínum. Hon hevði onki at siga, varð ikki eftirspurd. Varð tvungin at giftast einum manni, sum hon onki legði í. "Eg elski bara teg, og eg komi ongantíð at gloyma teg," græt hon. "Mín góði Jóan, kanst tú fyrigeva mær hetta?" tók hon uppaftur. "Góða Duruta, eg veit, at hetta hendir ikki við tín góða vilja," segði Jóan. "Jóhanna hevur greitt mær frá støðuni. Men tað er, sum eg havi sagt: Eg eri ov fátækur til tín. Tað heldur faðir tín, um so tú ikki heldur tað. Men eg fari ongantíð at gloyma teg," segði Jóan. "Eg fari heldur aldri at gloyma teg. Lívið er mær onki vert nú," græt Duruta, meðan hon hekk um hálsin á Jóani. Løtu seinni skiltust hesi bæði ungu, sum høvdu droymt fagrar dreymar um vónríka tíð saman í kærleika, kærleika, sum tey høvdu givið hvørjum øðrum í fyrstu ungdómstíð síni. Hesin kærleiki varð nú slitin av jarðargrískum, bonskum menniskjum, og mátti tí geva sár, sár, sum seint lektist og altíð fór at bera greflig arr. Brúdleypið var um veturin í Norðfirði. Nakað av fólki var úr Stóruvág, ætt og kenningar hjá Durutu. Jóhanna var nakrar dagar undan farin til Norðfirðar. Duruta hevði biðið hana komið við sær. Jóhanna var í Norðfirði til eftir brúdleypið. Um brúdleypið siga vit onki og enn minni um brúdleypsnáttina hjá teimum báðum. Duruta hevði sagt Tróndi, at hon var góð við annan mann, og hon kundi ongan annan elska. At hon hevði sagt ja, til at verða kona hansara, var tí, at hon varð noydd til tað av faðiri sínum. Nú varð hon vígd at vera kona hansara, og tað skuldi hon royna at vera, men tað kom at verða uttan kærleika, tí hjarta hennara var eftir hjá dronginum í Yndisoynni. Soleiðis byrjaði hjúnalag teirra. Nú vóru liðin nøkur ár. Duruta og Tróndur høvdu fingið børn. Duruta helt húsarbeiðið og alt, ið hoyrdi til hennara starv sum matmóður á garðinum í besta standi. Hon dugdi væl at fara við arbeiðsfólki. Tey gjørdu tað, tey skuldu, uttan at hon álegði teimum tað. Tróndur var eisini raskur maður, sum dugdi at fara væl við arbeiðsfólkinum. Tróndur var góður við Durutu. Hann royndi at gera alt tað góða, hann kundi fyri hana, men hon broyttist ikki; hon var altíð líka køld ímóti honum. Hann kundi ikki vinna hennara kærleika, og tað var ikki sørt, hann øvundaði manninum í Yndisoynni, sum átti hennara hjarta. Bæði vóru tey góð við síni børn, men tað var sum tey ikki kundu gleðast saman um tey. Sýndi hann børnunum kærleika, so helt hon seg burtur frá teimum, og sýndi hon teimum alsk, og hann kom til, rímdi hon frá teimum. Hetta kom av, at hjúnalagið varð bygt á skeivum grundarlagi uttan kærleika millum hjúnini. Ein dagin rópaði grindaboð í Stóruvág. Boðini komu úr Norðfirði. Nakrir bátar fóru í grind. Jóan var við einum av bátunum. Tað gekk væl at reka grindina, men við drápinum gekk tað meira seint. Hon varð hildin til fleiri ferðir. Tað gekk tað mesta av degnum, áðrenn alt varð dripið, og tá var hvør maður móður og svangur. Grindamenninir vórðu allir bodnir í húsini. Stóruvágsmenn vórðu allir bodnir inn í Hólar, heim Durutu og Tróndar. Tróndur var blíður við bygdarmenninar hjá konu síni. Menninir takkaðu og fóru niðan í Hólar. Duruta var blíð og beyð teimum innar. Inngongdin var í neðra og trappa uppá. Heldur myrkligt durunum, og áðrenn Durutu vardi, stóð Jóan framman fyri henni og tók í hond hennara og bað góðan dag. Hon kvakk við. Kendi hvussu hjarta hennara fór at sláa, men skjótt fekk hon tamarhald á sær."Góðan dagin," segði hon. Ikki fekk hon sagt meira. Fólkið trokaði á, men Jóan helt seg síggja, at hon var fegin at síggja seg. Hon sá á eygum hennara, at hon var hansara hóast langan skilnað. "Um hann bara kundi fevnt hana. Nei, hann kundi ikki tonkja so, hon var gift øðrum manni, og onki gjørdist við tað. Menninir vórðu bodnir innar í stovuna, har borðreitt varð fyri teimum. Hon stákaðist mest í roykstovuni, meðan ein genta bar innar í stovuna. Tróndur bað Durutu verða blíða við menninar og geva teimum nógv at eta og drekka. Men tað var óneyðugt. Duruta visti, hvat hon skuldi sýna bygdarmonnum sínum av blíðskapi. Men Tróndur segði hetta mest sum eina umbering fyri seg, tí hann mátti fara av stað aftur. Hann var grindaformaður og hevði tí nógv um at vera. Umsíðir fóru menninir at gera seg til at fara avstað aftur. Teir takkaðu Durutu fyri blíðskapin og fóru aftur í grindavásið, men nú vóru teir mettir og í góðum hýri. Seinastur í durunum var Jóan. Hann tók um hond hennara og takkaði fyri seg. "Tað var gott at síggja teg," segði hann. "Ja, í líka máta, tað var gott at síggja teg," segði hon. "Kemur tú ikki niðan aftur í kvøld? Tú ert tann sami fyri meg enn sum áður," segði hon og kysti hann. Ongin sá tey, tí hinir høvdu skund og vóru farnir. "Jú, eg komi kanska, um tað liggur fyri," segði hann og hugdi í eygu hennara og sá tað, hann vildi síggja: kærleika hennara til sín. "Jú, eg komi," tók hann uppaftur og lat klinkuna aftur. Tá ið menninir fóru úr Hólum, fóru teir í dansin. Har var nógv fólk saman komið. Øll høvdu tey ymsik mál í síni ætlan. Tó var tað onkur, sum ikki visti av, at hann var komin í dansistovuna. Av ótta fyri at fáa ov lítið at drekka og harvið ikki verða nóg fullur, hevði hesin tikið til sín í so stórum, at grindin helst hevði tikið við salti, áðrenn hann kom fyri seg aftur. Eldru menninir vóru mest komnir at dansa og kvøða saman við øðrum fremmandafólki. Teir livdu seg inn í kvæðið. Grindadrápið hevði øst teir upp. Teir høvdu fingið nógv blóð at flóta í dag, og meðan teir kvóðu ímyndaðu teir sær, at tað vóru teir, sum høvdu svørðið í hond og riðu í bardaga og høgdu niður frá hond. Blóðið fleyt út um vøllin, og mannfallið var stórt. Sjálvir mistu teir ongan mann, einans hest og okkurt svørðið. Men tá kvæðið var at enda komið, var onki blóð á gólvinum. Hesturin mundi vera áttamannafarið í Hólum. Svørðini vóru nøkur vákn, ið brotnaðu í drápinum. Tey ungu komu fyri at hitta onnur ung. Nógv teirra høvdu ikki hitst áður. Tey fingu hug á hvørt øðrum. Summi gjørdust góð fyri lívið. Jóan hevði ikki ró á sær. Hann sá fyri sær eyguni á Durutu, har hon stóð í durunum. Skuldi hann fara niðan í Hólar? Onkur beyð honum at drekka, men tað hugaði honum lítið. Skuldi hann hitta Durutu, vildi hann ikki vera drukkin. Tá ið komið varð ímóti midnátt, fór hann úr dansinum. Hann fór burtur frá fólki, fann sær eina leið, har onki fólk var. Tá ið hann nærkaðist Hólum, gekk hann heldur spakuliga. Kannaði um nakar sá seg, men har var kvirt allastaðni. Ljós var í roykstovuni, tað sá hann. Roykstovuvindeygað vendi niðaneftir, og jarðarmunur var, har húsini stóðu, so hann sá inn í roykstovuna. Har var ongin inni. Men inni mundi Duruta vera, kanska einsamøll. Hann mátti inn. Hon hevði eisini biðið hann koma. Hann fór innar í durin, gekk spakuliga upp trappurnar, bankaði uppá. Tá ongin svaraði, tók hann í klinkubandið og læt upp. Nei, ongin var inni. Men so fór stovuhurðin upp, og Duruta stóð ímillum klovastavirnar. "Kom innar í stovuna," segði hon. "Eg vónaði, at tú fórt at koma," legði hon aftrat. "Ja, eg mátti koma at hitta teg," segði hann. Duruta sløkti lampuna, tók í hond hansara, leiddi hann gjøgnum stovuna innar í kamarið, har sum hjúnini svóvu. Har vóru tvær sengur. Onnur var til børnini. Jóan gekk fram at songini og hugdi at børnunum. Tey svóvu trygt. Eitt hevði koyrt dýnuna av sær. Duruta kom yvir til hansara. Saman stóðu tey eina løtu tigandi og hugdu at børnunum. Men so tók hon aftur í hond hansara, gekk yvir at songini hjá hjúnunum. Løtu seinni gav hon seg til Jóan. Gav seg við likami og sinni. Hon hon visti, at hetta var bæði fyrstu og einastu ferð, at hon og Jóan komu at vera í song saman, og hon vildi njóta løtuna við tí manni, sum hon hevði elskað. Hon vildi geva honum alt og soleiðis sýna honum, at hon framvegis elskaði hann. Táið Jóan var farin út aftur gjøgnum bakdyrnar seinni um náttina, lá Duruta og hugsaði. Her hevði hon ligið saman við manni, hon ikki var gift við, meðan Tróndur, maður hennara, lá úti og stríddist við at fáa grindina til høldar. Hon hevði brotið lyftið, hon hevði givið Tróndi fyri Gudi og monnum. Men hon hevði ongar skuldarkenslur. Gud mundi skilja hana og fyrigeva henni. Væl hevði Gud sagt, at hon skuldi vera manni sínum undirgivin, men hon varð noydd at manni sínum. Hevði Gud sagt tað, at ein onki hevði at siga í so stórum máli sum at velja mann sín? Hon var vaksin og vildi ráða sjálv fyri, hvørjum hon skuldi giftast við. Tað áttu foreldrini ikki at ráða fyri. Og hvussu stóð skrivað í Halgubók? Bleiv Rebekka ikki spurd, um hon vildi verða kona Ísaks? Jú, tað var hon. Rebekka fylgdi við av fríum vilja. Tá Jóan ikki møtti til at skera upp, ilskaðust teir yngru grindamenninir; spurdu hvar Jóan mundi vera. Teir høvdu sæð hann í dansinum. Mundi hann hava funnið sær gentu og lat teir skera upp einsamallar, meðan hann fjasaðist við konufólk. Teir eldru menninir harkaðu, hugdu upp á hvønnannan, tagdu. Ikki var vert at siga ov nógv. Men teir kendu støðuna. Duruta kom ongantíð aftur í føðioyggj sína, Yndisoynna. Óli P. MentANALisman II Hvør av øðrum liva má. Føroyskir ummælarar verða alt meira persónligir Fríggjadagur 22. des. 2000 Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Fiskakeyparar óttast neytaøði Europeiskir fiskakeyparar krevja váttan fyri, at føroyskur alifiskur ikki verður fóðraður við fóðri, sum gjørt er av beinamjøli Fiskamarknaður Europeiskir fiskakeyparar tykjast nú eisini vera smittaðir av neytaøði og eru farnir at seta hana í samband við aldan fisk. Kaj Leo Johannesen, stjóri á fiskasølufelagnum Farex, sigur við Sosialin, at franskur fiskakeypari, hann hevur samband við, hevur nevnt fyri sær, at marknaðurin fyri alisfiski kanska fer at verða ávirkaður skeivan veg av málinum um neytaøði. Brúkarin er so smátt farin at blanda tingini saman og torir ikki at keypa aldan fisk av ótta fyri, at fóðri kann hava partar av beinamjøli ella blóðmjøli frá neytum í sær. Hetta kann gera, at eitt nú laksaútflutningurin kann fara at minka, metir fransmaðurin. Og okkurt tykist vera um tosið. Í hvussu er sigur Regin Jacobsen á Alistøðini á Bakka á Glyvrum, at keyparar hava kravt, at teirra sølufelag skjalprógvar, at hvørki beinamjøl ella blóðmjøl verða brúkt í fóðrinum, teirra laksur fær. Og tað verður tað heldur ikki, staðfestir Regin Jacobsen avgjørdur. Beinamjøl hevur ongantíð verið brúkt yvirhøvur. Og hóast blóðmjøl fyrr hevur verið nýtt í laksafóðri, varð tað steðgað longu í 1995. Hetta hava kundarnir eisini fingið skjalprógvað, sigur Regin Jacobsen. Tað sum hendir, sigur Regin Jacobsen, er tað, at tær stóru handilsketurnar í Europa, sum eitt nú Alistøðin á Bakka selir til, hava starvsstovur, sum alla tíðina kanna vøruna, tær keypa. Har verður vøran flokkað eftir uppruna og slagi, og eitt nú aldur fiskur verður flokkaður saman við øðrum aldum djórum sum til dømis neyti og grísi. Keyparin biður so um váttan fyri, at fóðrið, kríatúrið ella fiskurin hevur fingið, ikki er gjørt úr beinamjøli ella blóðmjóli. Hesa váttan hevur Alistøðin á Bakka kravt og fingið frá fóðurframleiðara sínum. Síðan er hon send sum skjalprógv til keyparan. Og tað hevur keyparin verið nøgdur við, tí meira hevur alistøðin so ikki frætt um tað, sigur Regin Jacobsen. Heldur ikki Føroya Havbúnaðarfelag veit nakað um hetta, sum fransmaðurin hevur borið upp á mál, sigur Hans Jacobsen, formaður í Havbúnaðarfelagnum. Hann sigur, at hann hevur als ikki frætt hasi tíðindini fyrr enn nú. Men hann metir tó ikki at tey hava so nógv upp á seg. Hans Jacobsen sigur, at Havbúnaðarfelagið fer ikki undir nakað lýsingarátak ella tílíkt at steðga slíkum, tí tað hevur felagið ikki pengar til. Men hann vísir á, at norðmenn, sum jú selja nógvan alifisk, hava brúkt nógvar pengar upp á júst slíka upplýsing. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Útlitini so góð sum ongantíð Fiskasølumenn eru bjartskygdir og vænta, at góðu fiskaprísirnir fara at halda sær Fiskaprísir Samstundis sum fiskaprísirnir í Føroyum liggja á einum støði, teir ongantíð hava verið á fyrr, hevur ES gjørt av einaferð enn at lækka toskakvotuna í Norðsjónum. Hetta fer ivaleyst at stabilisera okkara høgu fiskaprísir, meta føroyskir fiskasølumenn. Føroyskur fiskur er kappingarførur við allan annan fisk á europeiska marknaðinum, og líkt er til, at føroyingar hava skilt tey tekin, marknaðurin sendir. Kaj Leo Johannesen, stjóri á sølufelagnum Farex, sigur, útlit eru til, at hesin høgi prísurin, vit uppliva í dag, fer at halda sær. Kappingin er øgilig, og føroyingar eru í teirri støðu, at eitt nú saltfiskurin hevur fingið rættiliga gott orð á seg. Hetta kemst millum annað av, sigur Kaj Leo Johannesen, at føroyuski toskurin er rættiliga tjúkkur og hvítur, og tí góð søluvøra. Men so sanniliga eisisni tí, at føroyingar hava dugað at lurtað eftir marknaðinum og hava framleitt tað, marknaðurin vil hava. Og saltfiskamarknaðurin fer við so at siga øllum toskinum, sum kemur upp á land. Tað tykist mestsum ómøguligt, sigur Kaj Leo Johannesen, at fáa tosk at skera til flak. Eitt annað, sum hjálpir væl upp á prísirnar, sigur Kaj Leo Johannesen, er at allar tær avtalurnar, sum fyrr vóru millum ymsar partar í fiskivinnuni, nú eru burtur. Í eitt nú Íslandi síggjast enn summar av hesum avtalum, hann sipar til. Tað vil siga, at skip og virki eru samantvinna við ognarviðurskiftum og tí heft hvørt at øðrum. Hesar avtalur eru millum annað við til at gera, at íslendingar ikki standa seg í kappingini við føroyingar, tí teir eru ikki nóg frælsir til at kappast, vísir stjórin í Farex á. Hann nevnir sum dømi, at hann sjálvur hevur keypt lidna vøru frá íslendskum virkjum, sum síðan er seld aftur á europeiska marknaðinum fyri tann prís, føroyski marknaðurin fær. Tað eru sjálvandi eisini onnur ting sum gera, at fiskamarknaðurin er góður, sigur Kaj Leo Johannesen. Eitt nú at kjøtmarknaðurin hevur tað ringt í løtuni, nú neytaøði er farin at gera um seg í Europa. Eisini er nógv minni fiskur til á heimsmarknaðinum yvirhøvur, og tá plagar prísurin heilt náturligt at hækka. Og hjá okkum ráða marknaðarkreftirnar nú 100%, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann staðfestir, at uppboðssølan hevur hjálpt væl upp á prísirnar, hóast hon ikki hevur skapt kappingina sum so. Um akturellu støðuna við kvotunum í Norðsjónum sigur Kaj Leo Johannesen, at enn hevur tað ikki merkt støðuna hjá okkum so nógv, tí hendan tíðin vanliga er rættiliga góð sølutíð. Men hann ivast ikki í, at tað fer at stabilisera teir sera høgu prísirnar, sum í dag eru á fiskamarknaðinum. Hann metir tað snøgt sagt fara at vera løgið, um prísirnir fara at lækka fyribils. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Fær avleiðingar fyri kollfirðingar Arbeiðsmenn í Kollafirði vilja ikki upp í Havnar Arbeiðsmannafelag.Tað fer at fáa avleiðingar, sigur Karl Johansen, formaður í havnar Arbeiðsmannafelag Fakfelagsstríð Vilja arbeiðsmenn í Kollafirði ikki melda seg úr Føroya Arbeiðarafelag og koma uppí Havnar Arbeiðsmannafelag, fer tað sjálvsagt at fáa avleiðingar. Tað sigur Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann sigur, at nú Havnin og Kollafjørður eru løgd saman, kann tað ikki góðtakast, at Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag ikki eisini meldar seg uppí Havnar Arbeiðsmannafelag. Skulu teir framhaldandi verða limir í Føroya Arbeiðarafelag, koma vit at hava tvey feløg, sum eru í somu kommunu. Somuleiðis koma vit at hava tvey feløg, sum hava samráðingarrættin til arbeiðsmenninar í somu kmmunu. Og tað kann eisini hugsast, at sáttmálarnir verða ymiskir, og so koma arbeiðsmenn í somu kommunu at arbeiða undir ymsum treytum, og tað gongur ikki, sigur Karl Johansen Hann sigur tí, at tað fer at fáa avleiðingar, um Kollfirðingar halda fast við sína støðu um at blíva verandi í Føroya Arbeiðarafelag. So fara vit sjálvsagt ikki at góðtaka, at kollfirðingar koma til Havnar at arbeiða. Tað fer eisini at fáa avleiðingar, fyri tær tænastur, sum limir í Havnar Arbeiðsmannafelag, gera, og fara at gera í Kollafirði, eitt nú ruskkoyring, busskoyring, kavarudding, o.s.fr., tí tær tænastur fara ikki at halda fram, sigur hann. Eru ikki spurdir Karl Johansen fýlist eisini harðliga á mannagongdina í hesum máli. Vit høvdu fund við Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Tá upplýstu tey bæði feløgini, at kollfirðingar høvdu ikki tikið støðu til limaskap í Havnar Arbeiðsmannafelag, men at purningurin skuldi leggjast fyri limirnar til avgerðar. Men tríggjar dagar seinni, upplýsa tey, at málið varð avgjørt, longu á aðalfundi í oktober. Spurningurin er nú, um Føroya Arbeiðarafelag og Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag, siga ósatt. Ella um tað er ósatt, at málið hevur verið viðgjørt á aðalfundi. Í hvussu so er, veit eg onki um, at tað var á skránni á aðalfundinum hjá felagnum. Karl Johansen sigur, at tað einasta, hann vil, er, at málið verður lagt fyri limirnar í Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag til avgerðar. Sannleikin er tann, at málið hevur ongantíð verðið lagt fyri limirnar í Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag og tað heldur hann var tað allarminsta. Hans Madsen, sum er formaður í Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag, sigur at spurningurin er viðgjørdur á limafundi í Kollafjarðar arbeiðsmannafelag og niðurstøðan er, at teir vilja ikki uppí Havnar Arbeiðsmannafelag. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Kjartan Joensen, skipari á Hvilvtenni: Vit arbeiða jólaaftan Stoltleikin í føroyska rækjuflotanum, Hvilvtenni, hevur verið á sínum fyrsta túri. Kjartan Joensen, reiðari og skipari, er sera væl nøgdur við nýggja skipið. Hann heldur ikki, at føroyskir fiskimenn eru serliga keddir av at vera burtur á jólum. - Teir hugsa heldur um eina góða hýru enn at ganga heima í túninum í nakrar dagar, sigur Kjartan Fyri nøkrum mánaðum síðani stevndi Hvilvtenni inn á Fuglafjørð. Hetta var eftir at hava siglt tríggjar ferðir runt við Leirvíks bygd, har Hvilvtenni hevur heimstað. Kjartan Joensen, reiðari og skipari á Hvilvtenni, lat rækjutrolaran byggja í Noregi. Skipið kostaði góðar 100 milliónir krónur, og tað hevur verið hvørja krónu vert, heldur Kjartan. Hvilvtenni hevur nú verið á sínum fyrsta túri, men enn hevur skipið ikki verið aftur í Føroyum. Á fyrsta fiskitúrinum var Hvilvtenni á Flemish Cap. Teir fingu eini 500 tons, sum vórðu landað í New Foundlandi. Hóast Kjartan Joensen er nøgdur við nýggja skipið, so fílist hann á fiskiskapin, sum hevur verið heldur smáligur seinastu tíðina. Vit fáa eini trý tons av rækjum um dagin. Slagið er heilt gott, men fiskiskapurin er ikki nóg góður, sigur Kjartan, sum hevur roynt undir Eysturgrønlandi í eina góða viku. Vanliga er nøgdin vaksandi frá miðskeiðis í desember, men enn lata rækjurnar bíða eftir sær, sigur Kjartan. Skipið riggar fínt, og vit vóna tí, at vit bara kunnu vera her í óavmarkaða tíð, sigur Kjartan. Kjartan Joensen er tó ikki heilt svartskygdur viðvíkjandi fiskiskapinum, sum hevur verið á einari leið. Kjartan sigur, at oljuprísurin er ov høgur, og tað er ógvuliga tyngjandi fyri øll føroysk fiskiskip. Prísurin á olju til fiskiskip er meira enn tvífaldaður seinastu tíðina, eftir at hann hevur verið í eini hampuliga fastari legu seinastu tíggju árini. Teir skýhøgu oljuprísirnir eru drepandi fyri fiskiskipini, sum skula gjalda so nógv fyri oljuna. Hesin túrurin verður væntandi av um ein mánað, tá lagt verður inn í Íslandi. Har fara teir at landa í Reykjavík ella á Hafnafirði. Tá fer ein partur av manningini eisini av bátinum, og nýggir menn koma umborð. Norðmenn fara heima á jólum Nú er leiðin løgd til Eysturgrønlands, har fleiri onnur føroysk skip eisini eru stødd. Tey eru Sólborg, Høgifossur, Ocean Castle og Hvilvtenni. Hesi fýra skipini fara at vera undir Eysturgrønlandi um jólini. Eini trý norsk skip hava eisini verið har um leiðir, men teir bátarnir verða allir lagdir í Reykjavík, til jólini eru farin afturum bak. Tað hevur verið vanligt hjá norðmonnum at leggja bátarnar um jólini. Norsku manningarnar fáa sostatt frí í eina viku og flúgva heim at halda jól saman við familjuni. Hetta hevur ikki verið vanligt á føroyskum skipum. Tað hava vit ikki brúkt, og eg haldi, at tað er bara til órógv fyri fiskiskapin. Tað er so stutt, og tú fært ikki eina viku við hús, sigur Kjartan. Føroyski fiskimaðurin hevur sum heild ikki ilt við at vera burtur á jólum. Teir hugsa heldur um at fáa eina góða hýru. Tað er eingin trupulleiki at vera burtur hesa tíðina. Kjartan Joensen hevur verið sjómaður í 37 ár, og hesa tíðina hevur hann oftari verið til skips enn heima hjá familjuni á jólum. Um líkindini eru til vildar, so verður jólaaftan vanligur arbeiðsdagur. Triðji Hvilvtenni 1. mai fyri 25 árum síðani kom tann fyrsti Hvilvtenni til landið. Reiðaríið hjá Kjartani hevur sostatt 25 ár á baki innan rækjuveiðu. Í 80-unum lat Kjartan tann næsta trolaran byggja, sum eisini varð nevndur Hvilvtenni. Í ár varð tann triðji Hvilvtenni liðugt bygdur og er farin til fiskiskap. Størsti munurin millum hendan og teir báðar fyrru er motororkan og støddin. Nú fiska øll við tveimum trolum og tí krevst sjálvandi eisini størri motororka, sigur Kjartan. Motorurin á hesum trolaranum hevur 7500 hestar, meðan tann fyrri bara hevði 3000 hestar. Manningini á Hvilvtenni verður ynskt eini gleðilig jól og eitt gott nýttár. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Jógvan við Keldu fer úr dreymastarvinum Eftir 16 ár sum borgarstjóri fer Jógvan við Keldu úr starvinum á nýggjárinum. Hann hevur vant seg við tankan um at fara frá, men hann kundi hugsa sær at komið aftur í starvið Á nýggjárinum fer Jógvan við Keldu frá sum borgarstjóri í Klaksvík. Seinastu 20 árini hevur hann verið borgarstjóri í 16 ár, og hann hevur sitið við leiðsluni í Klaksvík kommunu, meðan samfelagið fór ígjøgnum gyltu áttatiárini og lemjandi kreppuárini fyrst í nítíárunum. 56 ára gamli Jógvan við Keldu er ein royndur politikari. Hann kom í býráðið á fyrsta sinni í 1971, og nú hann fer úr borgarstjórasessinum er hann eisini løgtingsmaður. Undan valinum vóru tekin um, at summir býráðspolitikkarar vildu hava broyting í leiðsluni, og tí hevði eg fyrireikað meg uppá, at eg møguliga ikki koma at sita í hesum sessi næstu fýra árini, sigur Jógvan við Keldu. Hann situr á skrivstovuni hjá sær í býráðshúsinum, har hann seinastu dagarnar hevur ruddað, so eftirmaðurin kann flyta inn á nýggjárinum. Eg hevði gjarna viljað fingið ein setu afturat sum borgarstjóri, men tá valið var av, var ein nýggj samanseting longu klár at taka yvir, og tað góðtaki eg. Eg fari eydnusamur og væl nøgdur úr starvinum, sigur hann. Byrjaði við almennum skrivi Politiska karrieran hjá Jógvan við Keldu byrjaði í 1970, tá hann gjørdi vart við seg í eini almennari áheitan til sóknarstýrið í Klaksvík. Evni í skrivinum, sum stóð í Norðlýsinum í august mánaði, var ætlaða svimjihøllin í Klaksvík, sum tað manglaðu pengar til at byggja. Jógvan við Keldu mælti til, at borgarar, virkir og stovnar í kommununi vóru við til at fíggja nýggju svimjihøllina, tí tað bar ikki til bert at krevja av teimum ráðandi. Eftir at skrivið hevði verið í Norðlýsinum, ringdi formaðurin í Fólkaflokinum, Hákun Djurhuus, til Jógvan og spurd hann, um hann vildi stilla upp á næsta sóknarstýrisvalinum. Hesum noktaði tann 26 ára gamli Jógvan við Keldu fyri. Men Hákun Djurhuus lat sær ikki lynda, og triðja dagin hann ringdi til Jógvan, gav hann eftir. Jógvan við Keldu varð uppstillaður fyri Fólkaflokkin og kom í sóknarstýrið sum triðji valdi. Eg sat næstu fýra árini saman við monnum sum Páll á Dul, Asbjørn Joensen, Trygva Laksafoss og Hansy Jacobsen, so eg hevði góðar lærumeistarar, sigur Jógvan við Keldu, sum eisini sat saman við Kára Kjelnes og Olvheðin Jacobsen av yngra ættarliðnum. Jógvan stillaði ikki upp á næsta valinum í 1975, men í 1980 varð hann aftur valdur í býráðið, og við ársbyrjan í 1981 gjørdist hann fyrstu ferð borgarstjóri í Klaksvík. Hann sat næstu átta árini í hesum sessi. Síðani var hann burtur frá býráðspolitikki fýra ár - stillaði ikki uppaftur - men kom aftur í býráðið í 1992 og gjørdist borgarstjóri frá ársbyrjan í 1993. Nú Jógvan við Keldu skal lata borgarstjórasessin frá sær, er hann tann politikarin, sum hevur sitið longst sum borgarstjóri í Klaksvík - samanlagt í 16 av seinastu 20 árunum. Hetta hevur verið ein ómetaliga spennandi og mennandi tíð, men tað hevur eisini verið slítandi, sigur hann. Tann ringasti dagurin Jógvan við Keldu heldur, at áttatiárini hava ov ringt orð á sær, tí fólk bara tosa um lántøku, og ikki hvat kom burtur úr hesi tíðini. Tá vit komu til í 1981 var alneyðugt við nógvum íløgum, og Klaksvík broyttist fullkomiliga næstu árini. Vit fingu góðar útstykkingar, vegirnir vórðu gjørdir í betri stand, gøtuljós vórðu sett upp og so víðari. Nógv av tí, sum Klaksvík dúvar upp á í dag, varð gjørt í 80'unum, sigur Jógvan við Keldu. Fyrst í nítiárunum rakti kreppa Føroya land, og hon merktist eisini í Klaksvík. Jógvan við Keldu kom til aftur sum borgarstjóri í 1993 - júst tá kreppan leikaði harðast á. Og tað var eisini í hesum árinum, at hann hevði sín ringasta dag sum borgarstjóra. 9. februar vórðu vit noydd at siga nógvum fólki upp, og tað var ein ómetaliga tungur og trupul dagur fyri meg. Men har var einki at gera. Inntøkan hjá kommununi fór eftir fáum árum úr 82 og niður í 52 milliónir krónur, og tí mátti sparast. Hesin myrki dagurin kemur at merkja meg, so leingi eg livi, sigur Jógvan við Keldu. Tað sigur eisini eitt sindur um álvarsomu støðuna, sum var tá, at eingi gøtuljós brunnu í Klaksvík næstu tvey árini. Síðani 1993 hevur gingið støðugt fram hjá Klaksvíkar kommunu, sum hevur havt vaksandi inntøku á hvørjum ári síðani. Í dag er inntøkan um 90 milliónir krónur. Klaksvík kom á føtur aftur Er tað ein serligur dagur, sum fráfarandi borgarstjórin kann peika á sum tann versti, so eru tað fleiri hendingar, sum hann dregur fram sum góðar. Nakað av tí besta, sum eg havi upplivað, meðan eg havi verið borgarstjóri, var tá Klaksvík menti seg aftur eftir kreppuna í 90'unum. Tað var ótrulig at uppliva, hvussu fólk stóðu saman um at fáa skipini, bátarnar og virkini í gongd aftur, sigur Jógvan við Keldu. Vinnulívsfólk, fakfeløg, politikarar, ja, øll tóku saman hendur fyri at fáa Klaksvík á føtur aftur, og tað eydnaðist eisini. Eg minnist, at ein bankastjóri segði, at Klaksvík fór at koma skjótt yvir kreppuna, tí soleiðis var fólkið her, og tað passaði eisini. Frá stórum hendingum í fortíðini, er Jógvan við Keldu eisini til reiðar at tosa um framtíðina. Hann heldur, at tvær sera spennandi avbjóðingar eru fyri framman. Onnur er slóbrótandi verkætlanin Undir Kráarbrekku, sum er ein nýhugsan á eldraøkinum, og hin er sjálvandi undirsjóvartunnilin um Lorvíksfjørð. Um vit bera okkum rætt at, hava vit ein undirsjóvartunnil um fimm ár, og tá er tað umráðandi, at handilslív, vinnulív og fólk annars eru til reiðar til stóru avbjóðingina, sigur hann. Jógvan við Keldu hevur lagt stóran dent á samstarvið við vinarbýirnar í Norðurlondum, og ein tann seinasta almenna uppgávan hjá honum var í síðstu viku, tá hann var til vinarbýarstevnu í Odense. Klaksvík er partur av vinarbýarketu millum Odense, Norrkøping, Trondhjem, Tampare og Kópavág, og samstarvað verður á mentanarliga, vinnuliga og skúlaøkinum. Familjan fingið frið Um eina viku verður Jógvan við Keldu ikki borgarstjóri í Klaksvík longur, og so eru tað mong sum spyrja seg, hvat hann ætlar at takast við framyvir. Eg eri limur í løgtinginum, og tað arbeiðið ætli eg mær framhaldandi at passa. Fyrstu mánaðirnar ætli eg mær ikki at takast við annað. Eg ætli at hvíla meg eitt sindur, áðrenn eg fari í holt við nakað. Mær dámar væl at lesa og at ganga í náttúruni, og tað verða tað helst betri stundir til komandi tíðina sigur Jógvan við Keldu. Eg havi fleiri hugskot, bæði tá tað kemur til tónlist og til vinnulív, men tað er ov lítið ítøkiligt til at siga meira um tað júst nú, sigur hann. Jógvan við Keldu er serstakliga fegin um, at gjøgnum øll hansara ár sum borgarstjóri, hevur familjan ongantíð verið útsett fyri keðiligum hending orsaka av hansara starvið. Hóast tað gjøgnum so nógv ár kunnu spyrjast nógvar ósemjur upp, so hevur familjan hjá mær ongantíð havt trupulleikar av hesum, og tað vísir ein moral og eitt støði hjá klaksvíkingum, sum eg eri bæði fegin um og stoltur av, sigur hann. Jógvan við Keldu ætlar sær framhaldandi at búgva og virka úr Klaksvík. Eg havi ferðast nógv kring heimin, men fyri meg verður Klaksvík altíð perlan, har eg ynski at verða, sigur hann. Men hóast hann er klaksvíkingur, gerst hann firtin, tá hann verður lagdur undir at mótarbeiða Havnini. Eg arbeiði fyri Klaksvík og ikki ímóti nøkrum, og tí er tað órættvíst at leggja meg undir at arbeiða ímóti Havnini, sigur hann avgjørdur. Tey 16 árini sum borgarstjóri í Klaksvík hava ikki fingið hann at missa hugin fyri býráðspolitikki. Hann skal næstu fýra árini verða í minniluta, men hann hugsar eisini longur fram í tíðina. Havi eg lív og heilsu, so hevði mær dámt væl at sloppið fram at aftur borgarstjórasessinum seinni, sigur drúgvasti borgarstjórin í Klaksvík, sum nú fer úr dreymastarvinum. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Næraberg heim til jóla Svartkjaftatrolarin Næraberg kemur væntandi til Klaksvík fyrrapartin leygardagin - tollaksmessudag. Næraberg fór til fiskiskap síðst í november mánaði, eftir at hann hevði verið til umvælingar á norskari skipasmiðju, har stórar broytingar vórðu gjørdar á fabrikkini. Næraberg hevur fyri tað mesta verið í føroyskum sjógvi, og tá hann gavst at fiska hósmorgunin, høvdu tey framleitt 400 tons av surimi og umleið 190 tons av mjøli. Tá var nakað eftir at framleiða, áðrenn trolarin fer at leggja veiðina upp í Klaksvík. 73 fólk eru við Næraberg hendan túrin, og av teimum eru 13 konufólk. Skipari er Ólavur Biskopstø. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Sundaberg landað 150 tons av flaki Flakatrolarin hjá JFK Trol, Sundaberg, hevur í vikuni landað 150 tons av flaki á Kósini í Klaksvík. Harafturat hevði hann eisini nakað av flatfiski. Sundaberg fór til fiskiskap 18. november og fiskaði í ein lítlan mánað. Hann hevur verið í russiskum øki í Barentshavinum. 32 fólk vóru við hendan túrin. Sundaberg fer aftur til fiskiskap í Barentshavinum millum jóla og nýggjárs. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo uttanlandsrádráttur skerjast ella takast av Búskaparráðið heldur, at føroyskir handverkarar ikki skulu hava fyrimun av at arbeiða uttanlands Eftirspurningurin á arbeiðsmegi í Føroyum er so stórur, at Búskaparráðið heldur tað verða skeivt, at til dømis føroyskir handverkarar hava fyrimun av at arbeiða uttanlands. Hetta sigur ráðið í nýggju frágreiðing síni, sum kom fyri viku síðani. Uttanlandsfrádrátturin hevur við sær, at eitt nú handverkarar hava fyrimun av at arbeiða í útlondum. Hetta er serliga óheppið í tíðum við stórum eftirspurningi á arbeiðsmegi sum heild, og kanska serliga í byggivinnuni. Frádrátturin eigur tí at skerjast og helst takast heilt burtur, sigur Búskaparráðið. Arbeiðsstyrkin vaksandi Støðugi eftirspurningurin á arbeiðsmegi ger, at tað framvegis koma fólk í arbeiði. Hetta eru antin fólk, sum hava verið arbeiðsleys, ella fólk sum flyta heimaftur til Føroya og fáa arbeiði. Arbeiðsloysi er so gott sum burtur. Í september mánaði vóru 748 fól skrásett sum arbeiðsleys, og tað svarar til 3% av arbeiðsstyrkini. Hetta er ein minking upp á eitt prosentstig samanborið við sama mánað í fjør. Fleiri føroyingar flyta heimaftur, sum fóru undan kreppuni, og pláss er fyri fleiri, sigur Búskaparráðið. Frá januar til september var nettoflytingin til Føroya 374 fólk. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Útskiftingar í donsku stjórnini Poul Nyrup Rasmussen gjørdi í gjár umfatandi broytingar í stjórnini hjá sær, eftir at Niels Helveg Petersen og Hans Hækkerup fara frá sum ávikavist uttanríkisráðharri og verjumálaráðharri Tveir ráðharrar fingu durafjórðingin, og pláss var fyri fimm nýggjum andlitum, tá ið Poul Nyrup Rasmsussen í gjár boðaði frá broytingum í stjórnini. Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri, boðaði fyrradagin frá, at hann leggur frá sær, tí hann ikki metir seg vera rætta mannin at umsita uttanríkispolitikkin hjá Danmark, eftir at danir atkvøddu nei til evruna. Helveg er heitur talsmaður tøttum evropeiskum samstarvi, og hann heldur ikki, at hann er tann rætti at tæna áhugamálunum hjá Danmark, sum á fleiri økjum hevur valt at standa uttanfyri evropeiska samstarvið. Hans Hækkerup fekk herfyri nýtt starv sum ST-ovasti í Kosovo, og Nyrup kundi tí fara at hugsa um at gera tær útskiftingarnar í stjórnini, sum fólk leingi hava bíðað eftir. Tann týdningarmiklasti ráðharrin hjá Nyrup, Mogens Lykketoft, skal í nýggju stjórnini taka sær av uttanríkispolitikkinum í staðin fyri Niels Helveg Petersen. Saman við Nyrup er tað framum øll onnur Lykketoft, sum myndar politikkin hjá stjórnini, og hann hevur verið fíggjarmálaráðharri, líka síðani Nyrup gjørdist forsætisráðharri í 1993. Pia Gjellerup, vinnnumálaráðharri, skal avloysa Lykketoft í Fíggjarmálaráðnum. Nýggjur verjumálaráðharri fyri Hans Hækkerup verður Jan Trøjborg, sum hevur verið menningarmálaráðharri. Stavad verður sitandi Hóast hann er millum teir mest umstríddu ráðharrarnar í stjórnini, so hevur Nyrup valt at varðveita skattamálaráðharran Ole Stavad. Hann verður kortini fluttur í Vinnumálaráðið, og við hesum vónar Nyrup helst, at hann ikki verður so ofta í andgletti longur. Hann ber orð fyri at krevja alt tað inn í skatti, sum krevjast kann - og so eitt sindur afturat. Hetta hevur givið andstøðuni í Fólkatinginum høvi til nógv álop á Nyrup-stjórnina, og eitt komandi Fólkatingsval fer helst í stóran mun at snúgva seg um høga skatta- og avgjaldstrýstið í Danmark. At taka sær av skattaviðurskiftunum hevur Nyrup valt sær Frode Sørensen, sum er rættiliga nýggjur í politikki. Hann hevur verið bankamaður alt sítt lív, og kom ikki í Fólkatingið fyrrenn á valinum í 1998. Í bankaheiminum ber hann orð fyri at vera ein dugnaligur maður. Fimm nýggj andlit Frode Sørensen er eitt av fimm nýggjum andlitum, sum verða at síggja í nýggju stjórnini. Yngsti ráðharrin er tann 27 ára gamla Lotte Bundsgaard, sum verður nýggjur íbúðarmálaráðharri. Hon avloysir Jytte Andersen, sum hevur fingið durafjórðingin frá Nyrup. Ein annar umstríddur ráðharri, sum rýkur út, er Sonja Mikkelsen, heilsumálaráðharri. Í hennara stað kemur Arne Rolighed, sum hevur drúgvar royndir á heilsuøkinum. Hann tók í ár við starvinum sum formaður í danska Felagnum móti Krabbameini. Pláss verður eisini fyri tveimum nýggjum radikalum ráðharrum. Landsformaðurin í Radikala Vinstra-flokkinum, Johannes Lebech, verður nýggjur kirkjumálaráðharri, og Anita Bay Bundegaard verður nýggjur menningarmálaráðharri. Hon starvast í løtuni á blaðnum Politiken. Styrkir ikki um Nyrup Spurningurin er, um Nyrup við nýggju stjórnini hevur styrkt um støðuna hjá flokki sínum, sum stendur seg sera illa í donsku veljarakanningunum. Anders Fogh Rasmussen vil fegin sleppa framat forsætisráðharrasessinum, og gongst sum veljarakanningarnar spáa, so verður hann næsti forstætisráðharrin í Danmark. Við broytingunum í stjórnini vónar Nyrup at vinna álitið frá fólki aftur, men hesum ivast donsku fjølmiðlarnir í. Fleiri bløð skriva í oddagreinunum í dag, at broytingarnar ikki muna nóg nógv, og at Nyrup ikki stendur styrktur eftir dagin í gjár. Magnus Dam - magnus@sosialurin.fo Løgtingið lækkar skattin Løgtingið hevði fleiri uppskot um skattalættar at taka støðu til mikudagin. Hóast eljustríð stóðst um okkurt teirra, endaði viðgerðin við, at samgongan fekk sítt uppskot um skattalætta ígjøgnum. Andstøðuuppskotini vórðu feld Hóast 2.000 krónur meira í barnafrádrádrátti eina løtu hótti við at forkoma samgonguni, so funnu samgongutingmenn stevið aftur og samdust um uppskotið frá Karsten Hansen um at lækka skattin. Uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum ber í sær, at føroyingar fáa umleið 50 milliónir krónur meira eftir í lummunum eftir skatt næsta ár. Í 2002 lækkar skatturin eitt vet afturat, og tá verða umleið 31 milliónir krónur meira eftir til nýstlu, metir Fíggjarmálastýrið. Uppskotið er skrúvað soleiðis saman, at skattaprosentini fyri trý tey niðastu stigini í skattastiganum verða lækkað nakað yvir tvey ár. Harumframt verður botnfrádrátturin í lands- og kommunuskattinum hækkaður. Botnfrádrátturin hækkar 2.000 krónur 1. januar næsta ár, og 1. januar 2002 hækkar hann aftur 2000 krónur - upp í 21.000 krónur. Uppskotið broytir eisini inntøkumarkið í skattastiganum, sum áður var 140.000 krónur, upp í 150.000 krónur. Samgongutingmenn hóttu Hóast hetta uppskotið var tað, sum at enda varð samtykt, so vóru eisini onnur uppskot á borðinum, sum skuldu lætta um skatta- og avgjaldstrýstið. Uppskotið, sum elvdi til størstu ósemjuna, var tað frá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum um at hækka barnafrádráttin 2.000 krónur. Hetta var nakað, sum hóvaði fleiri fólkafloksmonnum, og tá ið málið kom til aðru viðgerð, boðaðu Óli Breckmann og Rúna Sivertsen frá, at tey kundu hugsað sær at atkvøða fyri andstøðuuppskotinum. Hetta var ikki júst tað, sum meirilutin í fíggjarnevndini hevði mælt til, og øði kom nú í Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Fólkaflokkurin kundi ikki fara uttan um sína egnu samgongu og atkvøða fyri einum andstøðuuppskotið, søgdu hinir báðir samgonguflokkarnir. Orðið samgonguslit var fleiri ferðir nevnt undir harðmæltu viðgerðini, og tað var helst hetta, sum rak teir báðar samgongutingmenninar aftur í rætt. Flongdir hundar, kallaðu andstøðutingmenn Óla Breckman og Rúnu Sivertsen, sum kúvendu, tá ið málið eftir ein stuttan nevndarfund kom aftur úr fíggjarnevndini. Tá hevði Karsten Hansen verið í fíggjarnevndini og greitt frá, at Fíggjarmálastýrið arbeiðir við at endurskoða barnafrádráttin. Hetta var nóg góð trygd hjá Óla Breckmann, sum annars fegnaðist um, at tað eydnaðist at samtykkja skattalættan hjá Karsten Hansen. Bensinprísurin tann sami Eitt uppskot frá Henrik Old um at lækka avgjaldið á blýfríum bensini elvdi eisini til rættiligt kjak á fundinum týsdagin. Hetta uppskotið hóvaði eisini fleiri samgongutingmonnum, men tá samanum kom, restaði ein atkvøða í til at fáa uppskotið samtykt. Við 12 atkvøðum fyri og 12 ímóti, var atkvøðan hjá Óla Breckmann avgerandi atkvøðan. Hann valdi at atkvøða blankt, og sostatt fall eisini tað málið. Uppskotini frá andstøðuni um at lækka skattastigan á øllum inntøkum upp til 140.000 krónum við tveimum prosentum varð somuleiðis felt. Hevði tað verið samtykt, so hevði tað saman við hækkaða barnafrádráttinum givið vanliga føroyinginum umleið 84 milliónir krónur meira at liva fyri næsta ár. At enda feldi løgtingið eitt uppskot um at hækka serliga pensjónista-frádráttin, sum hevði givið pensjónistunum umleið 10 milliónir krónur meira at liva fyri næsta ár. Hetta var eisini eitt andsøðuuppskot, og eisini her vístu samgongutingmenn á, at Fíggjarmálastýrið arbeiðir við skatta- og avgjaldsspurningum í breiðari høpi. Eftir tingfundin mikudagin er greitt, at tað verður nakað bíligari at vera føroyingur komandi tvey árini. Og lítil ivi er um, at trýstið á Karsten Hansen um at lyfta lokið á landskassanum eitt sindur afturat, er vorðið uppaftur størri enn tað var áðrenn tingfundinum. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt lágtrýst í ein landnyrðing úr Jan Mayen fer móti Norður-Noreg meðan eitt hátrýst yvir Eystur-Grønlandi liggur mest sum í stað. Rættiliga køld luft rekur komandi dagarnar inn yvir Føroyar norðaneftir. Veðrið í dag: Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi. Skýggjað og møguliga regn sum seinni broytist til vátasletting, men leygarnáttina klárar í. Hitin fellur frá 5 til 2 stig, um náttina niður móti frostmarkinum. Veðrið leygardagin: Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og norði. Skýggjað og okkurt kavaæl. Hitin umleið á frostmarkinum. Jólaaftan: Gul til stívt andøvsgul av norði. Skýggjað og okkurt kavaæl. Hitin beint undir frostmarkinum. Jóladagur: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði. Skýggjað við kava ella kavaælingi. Hitin millum frostmarkið og 5 kuldastig. 2. jóladagur: Strúkur í vindi upp í skrið. Skýggjað við kava ella kavaælingi og framvegis sami kuldi. Í gjár: Eitt lágtrýst í ein landnyrðing úr Jan Mayen fer móti Norður-Noreg meðan eitt hátrýst yvir Eystur-Grønlandi liggur mest sum í stað. Í dag: Rættiliga køld luft rekur komandi dagarnar inn yvir Føroyar norðaneftir. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Býráðið vil yvirtaka ítróttahøllina Menturnarnevndin hjá Tórshavnar Býráð hevur havt fund við feløgini um eina møguliga yvirtøku av Ítróttahøllini á Hálsi Ítróttahøll Tað er eingin loyna, at Ítróttahhøllin á Hálsi í Havn nú er um at vera heldur slitin. Seinastu tíðina hava eisini verið røddir frammi, um at at stórar ábøtur eru neyðugar, og nú er eisini líkt til, at Býráðið av álvara er farið undir at finna eina loysn á málinum. Okkurt má gerast Ein møguleiki tykist vera, at Býráðið yvirtekur høllina, sum í dag er ein sjálvsognarstovnur, og at býráðið á tann hátt í størri mun stendur fyri høllini. Kaj Leo Johannesen, formaður í menturnevnd býráðsins, sigur við Sosialin, at tey mikukvøldið høvdu ein fund við feløgini, har tey greiddu frá, hvørjar ætlanir mentunarnevndin hevði í so máta. Tað vórðu ongar avgerðir tiknar á fundinum. Tað var meira soleiðis, at vit settu feløgunum ein fyrispurning um, hvussu ein slík yvirtøka kann fremjast, og síðani fara tey at viðgera hetta á aðalfundum sínum, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann vísir á, at eftir teirra tykki er tað skilabest, at ábyrgdin fylgir fíggjarliga partinum, og tá tað kortini er býráðið, sum skal gjalda, so kundi hetta verið ein loysn. Høllin er í dag í sera ringum standi. Tað sært tú, tá hondbóltsdystir og aðrir dystir verða leiktir, og bara tað at tetta hana fer at kosta einar fýra til fimm milliónir. Skal høllin so eisini svara tíðarkrøvunum, verður talan um munandi meira pening, sigur formaðurin, sum annars heldur, at høllin sjálvandi eigur at liva upp til navnið - Tórshavnar Ítróttar- & samkomuhøll. Missa einki Ein spurningur, sum ivaleyst er frammaliga í huganum hjá feløgunum í hesum, er, hvørt feløgini framhaldandi kunnu varðveita síni rættindi í høllini, um hendan verður beinleiðis ogn hjá Býráðnum. Til hetta sigur Kaj Leo, at tað sjálvandi er sera týdningarmikið, at feløgini, sum jú hava lagt lunar undir høllina, framvegis halda síni rættindi. Tað verður ógvuliga torført at taka nakrar hallartímar frá teimum, og hetta skal heldur ikki henda. Verður talan um eina slíka loysn, kunnu feløgini kanska eisini fáa eina kærkomna gávu frá Býráðnum. Tó at formaðurin í mentunarnevndini ikki vil lova nakað, so tykist tað ikki óhugsandi, at hallarleigan møguliga kundi verðið niðursett eftir eina møguliga yvirtøku. Hallarleigan kom í sínari tíð fyri at høllin kundi mala runt fíggjarliga. Nú skal eg ikki fara at lova nakað sum helst, men tað má eisini verða eitt mál, at ítróttafeløgini skulu sleppa at hugsa um tað ítróttalliga og tað sosiala í feløgunum, heldur enn at nýta alla orkuna upp á at fáa fíggjarliga partin at hanga saman, sigur Kaj Leo Johannesen at enda. Akkurát nær, hvussu ella um yvirhøvur ein møgulig yvirtøka skal fara fram, er sostatt ikki greitt enn. Sum sagt, so var talan í fyrsta umfari um ein fyrispurning frá Býráðnum, og væntandi ganga einir tveir mánaðir, áðrenn nakað meira hendir við málinum. John Johannessen - john@sosialurin.fo Andstøðan skapar samgongupolitikkin Framsøgumaður Javnaðarfloksins í skattamálum, Vilhelm Johannessen, heldur, at tað í veruleikanum er andstøðan, ið leggur leistin í førda skattapolitikkinum. Landsstýrið broytir andstøðuuppskot og samtykkir tey sum síni egnu Tað er løgi, at politikkurin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum skal vera at broyta andstøðuuppskot og síðani fáa tey samtykt sum síni egnu. Hetta heldur Vilhelm Johannesen, framsøgumaður Javnaðarfloksins í fíggjar- og skattamálum, sum hevur havt ein stóran leiklut í at snikka saman skattalættauppskotið hjá andstøðuni, sum løgtingið vrakaði á tingfundinum mikudagin. Tá okkara uppskot kom til fyrstu viðgerðar, skundaði Karsten Hansen sær at koma í tingið við einum uppskoti um skattalætta, sum líktist okkara rættuliga nógv. Eg eri vísur í, at komu vit ikki við okkara uppskoti, hevði einki uppskot um skattalætta komið frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sigur Vilhelm Johannesen. Barnafrádrátturin gott dømi Størsti munurin á skattalættauppskotinum hjá andstøðuni og tí hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum var, at uppskotið hjá andstøðuni legði upp til at hækka barnafrádráttin við 2.000 krónum, soleiðis at hann kom upp á 6.000 krónur. Hetta var eisini tað, sum undir 2. viðgerðunum av mongu uppskotunum um skattaábøtur í tinginum mikudagin elvdi til stríð í samgonguni. Fólkaflokkurin hevði hug at taka undir við uppskotinum, men tordi ikki fyri Tjóðveldisflokkinum, sum eigur landsstýrismannin í fíggjarmálum. Fólkaflokkurin ræddist samgonguslit. Dempari varð tó lagdur á stríðið, tá løgtingið samdist um, at uppskotið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum skuldi viðgerðast í fíggjarnevndini eina løtu og síðani koma afur í tingið. Undir hesi viðgerðini boðaði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum frá, at Fíggjarmálastýrið arbeiðir við einari ætlan um at hækka barnafrádráttin. Hetta var eisini tað, sum at enda fekk Fólkaflokkin til at atkvøða fyri uppskotinum hjá Karsten Hansen. Hetta er ógvuliga løgi. Karsten Hansen hevur nevniliga als ikki arbeitt við at hækka barnafrádráttin í sínum uppskoti. Tað kom tíðiliga fram undir viðgerðini mikumorgunin. Hetta er nakað, ið brádliga stakk seg upp, eftir at Fólkaflokkurin heilt greitt undir viðgerðini mikudagin hevði víst á, at hann vildi hava barnafrádráttin hækkaðan, eins og andstøðan skjeyt upp, sigur Vilhelm Johannesen. Sama er eisini galdandi fyri onnur uppskot, andstøðan kemur við, millum annað uppskotið um at lækka avgjaldið á bensini og uppskotið um at avtaka karensdagarnar fyri tímalønt, vísir Vilhelm Johannesen á. Kortini ásannar Vilhelm Johannesen, at andstøðan má fegnast um, at samgongan vil kopiera andstøðuuppskotini. John Johannessen - john@sosialurin.fo Hækka skattaprosentið í Havn Tórshavnar Býráð hevur á eyka býráðsfundi einmælt samtykt at hækka skattaprosentið. Hetta er orsakað av, at løgtingið mikudagin samtykti at hækka botnfrádráttin Skattaprosentið í Havn skal hækka. Hetta samtykti Tórshavnar býráð á eyka býráðsfundi seinnapartin hósdagin. Avgerðin er tikin eftir at løgtingið mikudagin við aðru viðgerð samtykti at hækka botnfrádráttin úr 17.000 krónum til 19.000 krónur í 2001 og 21.000 krónur í 2002. Í viðmerkingunum til løgtingslógaruppskotið um at lækka botnfrádráttin stendur, at hetta fer at kosta kommununum 13 milliónir krónur tilsamns hvørt árið. Tórshavnar býráð hevur roknað út, at hetta merkir, at kommunan fær 5,2 milliónir krónur minni í kassan komandi ár, enn kommunan roknaði við, tá hon 14. november í ár samtykti fíggjarlógina fyri 2001. Býráðið í Havn heldur, at avgerðin hjá løgtinginum setir kommunala sjálvræðið til viks, tí løgtinið hevur viðgjørt og samtykt eitt lógaruppskot, ið tekur støðið undan einmælt samtyktu fíggjarætlanini hjá býráðnum. Hetta sama heldur býráðið, at løgtingið ger, tá tað arbeiðir við einum lógaruppskoti um at flyta útreiðslurnar av fríplássum innan barnaansing frá landinum til kommunurnar. Og harafturat er hetta eisini nakað, ið fer at taka grundarlagið undan fíggjarætlanunum hjá kommununum. Hóast Tórshavnar býráð hevur samtykt at hækka skattaprosentið, kann hetta ikki gerast fyrr enn Kommunala Eftirlitið hevur givið loyvi til tess. Jólaskipið í Klaksvík Í dag kl. 18.00 kemur jólaskipið á Klaksvík. Hetta er áttanda árið á rað, at Jólaskipið vitjar Klaksvíkina. Skipi,ð sum verður væl skrýtt, siglur so langt inn, sum tilber og haðani fara jólamenninir niður í smærri bátar, sum so sigla teir móti landi. Jólamenninir koma upp á land niðan fyri Kappróðarneystini. Klaksvíkar Kappróðrarfelag skipar fyri kaffisølu og øðrum ímeðan fólkini bíða. Tá jólamenninir eru komir upp á land, verður farið í skrúðgongu niðan í Vágstún. Í skrúðgonguni verða hornorksetur skótar og nissugentur á hestbaki. Tá skrúðgongan er komin niðan í Vágstún, verða jólaminninir bodnir vælkomir til Klaksvíkar og felagssangir verða sungnir. Tiltakið endar við, at øll børnini fáa ein jólapakka í part. Seinasta ár stovnaðu fyrireikarnir av jólaskipinum ein grunn, sum verður nevndir jólaskipagrunnurin. Hesin grunnur hevur til endamáls at veita fíggjarligan styrk til fólk, sum av vanlukkutilburi, sjúku, ella øðrum ávum eru komin illa fyri fíggjarliga og hava ein átrokandi tørv. Fyrireikarnir siga í tíðindaskrivi, at øll eru vælkomin at seta pening í henda grunn. Grunnurin hevur konto í Føroya Banka og Norðoya Sparikassa. Eirikur Lindenskov - Eirikur@sosialurin.fo Havnar skúlasøga komin út í bók Søgan hjá skúlanum í Havn røkkur 450 ár aftur í tíðina. Í stóra verkinum, Tórshavnar Skúlasøga, greiðir Jens Marius Hentze frá um skúlan, og tey fólk, ið hava havt við skúlan at gera Seinasta fríggjadag kom út bókin Tórshavnar Skúlasøga, sum Jens Marius Hentze í Havn hevur skrivað. Bókin, sum er heilar 526 síður, greiðir við orðum, skjølum og myndum frá teimum korum, sum lærarar og næmingar í havnar skúla hava virkað undir seinastu 450 árini. Byrjað verður við prestaskúlanum í Kirkjubø, greitt verður frá latínskúlanum í Havn, frá danska skúla, frá almúguskúlanum og realskúlanum. Umframt teir almennu skúlarnar, viðger bókin eisini privatskúlar og kvøld- og musikkskúlan. Eisini verður greitt frá skúlasøguni á Argjum, Hvítanesi, í Hoyvík og í Kaldbak. Í bókini eri eisini lærarayvirlit, sum við tíðargloppum røkkur aftur til umleið 1660. Jákup Mørk - jakup@sosialurin.fo Fult hús í Vestmanna VÍF staðfesti oddastøðuna í seinasta dystinum í grundspælinum, og hava nú aftur fult stigatal, tá stigini verða hálvbýtt VÍF-KÍF 25-16 (15-8) Hondbóltur Seinasti dysturin í grundspælinum hjá monnum varð leiktur mikukvøldið, og ikki óvæntað varð tað VÍF, sum fór avstað við sigrinum, tá teir á heimavølli spældu móti KÍF. Gjørdu bart Dysturin var ikki gamal, so hevði VÍF longu sýnt gestunum, at her skuldu teir so ikki rokna við nøkrum sum helst. Frá teirri løtu at Martin setti fyrsta bóltin í kassan, var VÍF omaná, og eftir at teir byrjaðu við at skjóta fimm mál á rað, var so at siga einki at spæla um. Gaman í fingu kollfirðingar togað munin nakað niður miðskeiðis í hálvleikinum, men nærri enn trimum málum sluppu teir ongantíð. Serliga var tað fyrstu løtuna, at VÍF sýndi, hví teir eru so langt fremst. Verjan riggaði sera væl, og millum annað vórðu fýra av fyrstu fimm málunum skotin eftir kvik kontraálop. Bundu bara fyri Í seinna hálvleiki vistu báðir partar, at her varð alt avgjørt, og tí gjørdist hesin ongan tíð nøkur stór hondbóltsuppliving. Kollfirðingar royndu sum best at binda fyri, so talan ikki skuldi gerast um stórtap, og hetta eydnaðist so fyri ein part. Í øllum førum er 25 mál minsta tal, sum VÍF hevur skotið higartil í ár, og meira kann helst ikki krevjast av nøkrum liði í landinum, tá VÍF stendur hinumegin. Áki við fullari ferð Sum nevnt, so fer VÍF í endaspælið við fullum stigatali, og tað kann verða torført at síggja, hvussu nakað av hinum liðunum skal gera nakað við vestmenningarnar. Ikki minst nú teir aftur hava Áka Olsen í hópinum. Fittan part av grundspælinum hevur hann verið úti við skaða, men seinasatu tveir-tríggjar dystirnar hava vit aftur sæð, hví hann verður roknaður sum kanska fremsti álopsleikari í landinum. Tað sær ikki út av so nógvum, men skotini fara aloftast dundrandi í kassan uttan møguleika at verja fri, og fær hann, sum mikudagin, tólv kassar, so er liðið longu hálvgum ávegis einum sigri. At sjálvsálitið so eisini er, sum tað eigur at vera hjá einum stórskjútta, vitnaði seinasta málið eisini um. VÍF fekk brotskast, tá tíðin var um at vera farin, og úr einum átta metrum skrúvaði Olsen-maðurin snildisliga í málið. Tá var dysturin sjálvandi langt síðani avgjørdur, kollfirðingar høvdu fingið mann útvístan, og yvirhøvur tóktust teir bara at bíða eftir klokkuni. Upp hóast tapið Annars gjørdu kollfirðingar eitt lop á stigatalvuni, hóast teir taptu. Nú stigini verða hálvbýtt, hava teir saman við Tjaldri trý stig, men málmunurin hjá KÍF er væl betri enn hjá runavíkingum. Tað er heldur ikki óhugsandi, at kollfirðingar megna at halda, og kanska betra um hesa støðu. Ikki minst nú teir hava fingið Iljan Topic afturat í hópin. Mikukvøldið gjørdi hann ikki tann stóra munin, men hann hevur longu prógvað, at hann kann gerast góður fongur. Undir øllum umstøðum er líkt til, at várið fyri kollfirðingar fer at gerast meira spennandi enn hjá vestmenningum, men tað leggja tey Vestmanna helst einki í - bara teirra lið heldur á fram at vinna. Dysturin í tølum Málskjúttar: VÍF: Áki Olsen 12(1), Sámal Joensen 3(1), Johnny Joensen 3, Martin Hummeland 3, Ingi Olsen 2, Agnar Joensen 1, Petur Fr. Joensen 1 KÍF: Durica Tomic 4, Regin Petersen 3, Petur Martin Poulsen 3, Jákup Dam 2, Iljan Topioc 2, Petur Martin Johansen 1, Vagnur Johannesen 1(1) Brotskøst: VÍF 3, KÍF 2 Útvisingar: VÍF 3, KÍF 6 Diskvalifikatión: KÍF 1 (Beinleiðis reytt) Dómarar úr Tjaldri: Dánjal Hansen og Kári Hansen. Burtursæð frá einum einstøkum kontradómi vóru teir ivaleysir í dømingini. Sum heild ikki stórvegis at finnast at, og tað er at fegnast um, at teir aftur eru um at finna støði frá undanfarna kappingarári. Magnus Gunnarsson Smátíðindi IMZA í Turkalandi Kendi danski bilasølumaðurin, Nic. Christiansen, hevur gjørt eina innflutningsavtalu við turkiska vinnufelagið IMZA, sum júst nú ger eina nýggja bilverksmiðju, um at selja teirra bilar, ið koma á marknaðin um tvey ár. Kelda: Motor Magasinet Magnus Gunnarsson FDM afturvísur átalu frá donskum bilainnflytarum Danskir bilainnflytarar hava í einum tíðindaskrivi hvassliga átalað, at FDM í seinasta nummari av limablaðnum Motor hevur funnist at rustverjuni á fleiri nýggjum bilmodellum. Bilar Magnus Gunnarsson Danskir bilainnflytarar hava í einum tíðindaskrivi hvassliga átalað, at FDM í seinasta nummari av limablaðnum Motor hevur funnist at rustverjuni á fleiri nýggjum bilmodellum. Munur á kvalitetinum FDM limablaðið Motor hevur saman við svenska bilblaðnum Vi Bilägare, kannað, hvussu 97 ymisk bilmodell vóru rustviðgjørd. Kanningin, ið varð gjørd av nýggjum bilum frá 1998 til 2000, vísti, at stórur munur er á kvalitetinum. Nakrir bilar eru konstrueraðir soleiðis, at teir mangla neyðuga rustverju í fleiri holrúmum. Hetta kann føra til, at bilarnir fara at rusta seinni. Nordisk Antirustkodex Hóast galvaniseraðar stálplátur eru betur vardar móti rusti enn vanligar stálplátur, vísa kanningar at pláturnar skulu verða konstrueraðar rætt og fáa neyðuga rustverju. Eisini hevur tað stóran týdning, at undirvognurin verður hildin reinur, eins og skermkassarnir og bilurin sum heild. Deildarleiðarin á teknisku deild hjá FDM, Jørgen Jørgensen, hevur í fleiri ár víst á, at ikki allir nýggir bilar eru nóg væl vardir móti rusti. Hann er annar av umboðsmonnunum hjá FDM í felags norðurlendska samarbeiðinum "Nordisk Antirustkodex 2000 for personbiler", sum arbeiðir við at fáa bilverksmiðjurnar at taka rusttrupulleikan í álvara. Broyta mannagongdina Ymiskt er, hvussu langt áramál bilverksmiðjurnar lýsa við, men tær flestu geva millum 6 og 10 ára garanti móti gjøgnumtering. Hóast mótstøðu frá "De Danske Bilimportører", heldur FDM fast við sína niðurstøðu, og krevur, at tær bilverksmiðjur sum ikki rustviðgera sínar bilar nóg væl, broyta mannagongdina í framleiðsluni soleiðis, at bilarnir framyvir verða rustviðgjørdir til at standa seg ímóti veðurlagnum í Danmark og Norðurlondum sum heild. Kelda: Tíðindaskriv frá FDM Magnus Gunnarsson BMW til alla familjuna BMW bilverksmiðjan arbeiðir í løtuni við einum rúmligum familjubili, ið verður bygdur yvir BMW-500 plattformin. Bilar Magnus Gunnarsson BMW bilverksmiðjan arbeiðir í løtuni við einum rúmligum familjubili, ið verður bygdur yvir BMW-500 plattformin. Vaksandi áhugi BMW hevur í longri tíð havt ætlanir um ein rúmligan familjubil. Áður eru gjørdar tvær prototypur, sum ikki blivu til nakað av teirri orsøk, at teir fóru at verða ov dýrir. Marknaðurin í Evropa er hesi seinnu árini broyttur, soleiðis at áhugin fyri hesum bilum nógv vaksin, hóast teir eru dýrir at keypa. Prototypa er gjørd Nú hava teir so aftur gjørt eina prototypu, sum teir hava koyrandi inni á BMW verksmiðjuni, hesin bilurin er 1,74 m høgur, og sær út sum ein rættur BMW í MPV stýli. Bilurin er bygdur yvir ein BMW-500 plattform, ið trekkjur á bakhjól- unum ella á øllum fýra hjólunum, eins og pláss er til ein V8 motor. Kelda: FDM / Motor Magnus Gunnarsson Freelander - nú við BMW turbodiesel motori Land Rover Freelander er nummar eitt á listanum yvir teir best umtóktu 4- hjólstrekkjarnar í Evropa, og nummar fýra í øllum heiminum. Bilurin hevur nú ein BMW turbodiesel motor við common rail innspræning. Eisini er bilurin heilgalvaniseraður, eins og hann hevur fingið nýggjan gearkassa. Nógvar broytingar At síggja til er hesin nýggjasti Freelander lítið broyttur, men tann sum fer ein royndartúr við bilinum, verður skjótt varðugur við at her eru fleiri broytingar til tað betra. Millum 40 og 70 prosent av lutunum í bilinum eru antin nýggir ella broyttir. Uttan at fara í smálutir merkist, at undirvognurin er annarleiðis og bilurin er betur at koyra við. Freelander hevur góðar koyrieginleikar á vanligum koyrivegi, og off-road eginleikarnir eru framúr góðir. Framkomin útgerð Freeelander hevur alt, ið hoyrir til ein off-roadara, sum til dømis ABS bremsur, ETC (Elektronic Traction Control), sum deilir kraftina til tað hjólið, ið hevur best vegtak, og HDC (Hill Descent Control), sum ger tað lættari og meira trygt at koyra í undanbrekku, eitt nú í hagan-um. Sum nakað nýtt fæst Freelander við einum framkomnum automat-gearkassa, har til ber at skifta millum "drivemode", "sportmode" og til Steptronic, har man skiftir gear manuelt. Hesin gearkassin er standard útgerð til V6 motorin og fæst sum eykaútgerð til dieselmotorin. BMW dieselmotor Ein onnur broyting er, at nú eru tveir nýggir motorar á skránni. Annar er ein 2,5 litrar V6 við 177 hk, hin ein 2,0 litrar BMW turbodiesel motorur við common-rail innspræning og 112 hk, sum er ein væl royndur og orkusparandi motorur. Innan virkar Freelander sera tiltalandi við ljósum litum. Instrumentini eru løtt at yvirskoða, kontaktir og knøttar sita har teir skulu. Eisini á baksetrunum er gott pláss. Um baksetrið verður lagt niður, verður viðførisrúmið heilar 1320 litrar. Freelander kann draga ein 2 tons trailara. Land Rover Freelander 2.0 TDI Motorurin: 4 syl. 2.0 litur diesel 112 hk v/ turbo og common rail innspræning 0-100 km/t: 13,0 sek. Oljunýtsla: 13,2 km/l Dekkstødd: 195/80-15 Stødd og vekt: Longd 438,2 cm Breidd 180,5 cm Hædd 175,7 cm Eginvekt 1550 kg Totalvekt 2075 kg Prísur: kr. 269.000,- sum vøruvognur Søluumboð: P/F D.B. Bilar Jónas Broncksgøta 15 FO-100 Tórshavn Tlf. 310600 Jóannes Eidesgaard - joannese@post.olivant.fo Høgni - tað var jú tú, sum bluffaði Tað fer einki av einum manni, tá hann viðgongur, at hann hevur mistikið seg. Nú hevur Høgni Hoydal havt møguleikan síðan mánadagin at rætta sítt mistak, men hann rættar einki og letur bert ósannindini standa við. Jóannes Eidesgaard Leitar tú inn á heimasíðuni hjá Tjóðveldisflokkinum, so finnur tú grein við heitinum "Nýskipan og sjálvstýrislógir gjørdar til bluff." Greinin er skrivað av professionella greinskrivaranum Høgna Hoydal og er dagfest 15. nov. 2000. Eg veit ikki, um hon telist millum úrvalsgreinirnar í nýggju bókini "Frælsi er ábyrgd," men eitt veit eg, og tað er, at sannleikin er eisini ein ábyrgd. Lygnin er ábyrgdaleys, meðan sannleikin er ábyrgdarfullur. Í nevndu grein kemur greinskrivarin til ta niðurstøðu, at sjálvstýrislógin er tað reina bluff, tí tað hevur danska stjórnin sagt undir seinastu samráðingunum 26. okt. 2000. Hann sigur m. a., at tað er synd í teimum flokkum, sum hava bygt sín politikk á ríkisfelagsskapin. Um okkara uppskot um eina sjálvstýrislóg sigur Høgni Hoydal, at hon er ein luftkastella, veruleikafjart dreymatos, ynskidreymar, sum danska stjórnin hevur skotið niður sum sápubløðrur. Hann endar nevndu grein við at endurgeva Sjúrða Skaale fyri at siga, at sjálvstýrislógin er "Fupp og svindil". Hesin sami er í dag pressutalsmaður hjá landsstýrinum. Og ikki nóg mikið við hesi góðu grein, so trein Høgni Hoydal esini fram á sjónvarpsskuggan og feldi endaliga dómin yvir sjálvstýrislógina. Hon ber snøgt sagt ikki til, ljóðaði dómurin. Sjálvandi sótu mong av okkara fólki og ivaleyst eisini onnur, sum vóru sera hugstoytt av hesum, sum varaløgmaður endutók bæði í skrift og í talu. Og uttan iva hava mong hugsað sum so, at tað er nú ikki ein og hvør, sum sigur hetta, so okkurt er ivaleyst um hetta. Og tað var júst endamálið hjá varaløgmanni. Sáa ivan, so var slottið vunnið. Tískil tók eg stig til at seta forsætismálaráðharranum tveir skrivliga spurningar, sum hann svaraði skrivliga mánadagin. Men nú hava hvørki Høgni Hoydal ella fjølmiðlarnir sama áhuga í málinum longur, tí nú tænir svarið ikki endamálinum. Væl vitandi um, at hetta lætt kundi gerast úrslitið, so setti eg eisini ríkisumboðsmanninum somu spurningar, so vit kunnu fáa eitt orðaskifti á tingi um hesi viðurskifti. Fyrri spurningur var, um sjálvstýrislógin kundi vera grundarlag undir ríkisrættarligu viðurskiftinum millum Føroyar og Danmark? Her svarar forsætismálaráðharrin m.a. soleiðis: "Jeg opfatter rigsfæl-lesskabet som et fællesskab mellem ligeværdige parter, mellem tre ligeværdige folk, det færøske, det grønlandske og det danske med klare rettigheder og pligter for alle." Víðari sigur danski forsætismálaráðharrin: "Efter regeringens opfattelse vil der være ganske store og konstruktive muligheder at udvide og forme et fremtidigt færøsk selvstyre på en ny og anderledes måde inden for rammerne af rigsfællesskabet. En sådan samlet ordning må bl.a. omfatte både lovgivningsmæssige, forvaltningsmæssige og økonomiske spørgsmål." Seinni spurningurin var um heimildirnar hjá Løgtinginum? Her sigur forsætismálaráðharrin: "Selvstyre kan på samtlige de sagsområder, der overtages, få overladt den lovgivende og administrative kompetence. Endvidere vil nyordningen statsretligt kunne forankres i et princip om uigenkaldelighed - og dermed i et princip om selvstyret som øverste myndighed på de overtagne områder." Júst hetta brotið er ein endalig uppgerð við gamla stríðsmálið um "delegatiónina". Løgtingið verður á henda hátt hægsti myndugleiki í øllum yvirtiknum málum, og hesa heimild kann eingin myndugleiki taka frá Løgtinginum. Eg skuldi kanska eisini nevnt, at forsætismálaráðharrin sigur: "Det vil kunne meddeles alle FN's medlemslande, at det nuværende hjemmestyre afløses af et nyt selvstyre." Javnaðarfólk og øll onnur hava við hesum svari fingið greitt at vita, at tað, sum er ført fram um, at okkara sjálvstýrislóg er ein sápubløðra og tað, sum verri er, ikki er sannleikin. Sannleikan fingu vit svart upp á hvítt mánadagin, og hann er nóg mikið fyri okkum til at halda áfram í stríðnum fyri at fáa eina skilagóða loysn av ríkisrættarliga spurninginum. Eg fari hóast hetta ikki sum onkur annar at krevja Høgna Hoydal eftir einari treytaleysari umbering fyri sínar skeivu útleggingar og ósonnu tulkingar, men nú jólafriðurin leggur seg um landið, fór einki av honum, at hann viðgekk sítt mistak. Gleðilig jól. Magni Arge - magni@atlantic.fo Viðmerking til málið um tyrlutilbúgving Í samband við umrøðuna av lógaruppskotinum um tyrlu tilbúgving í Føroyum, bæði á tingi og í fjølmiðlum, harmar tað meg, at tað er sáddur ein illgruni um motivini hjá Atlantic Airways í hesum málinum. Magni Arge stjóri, Atlantic Airways Eitt nú er spurningur settur við, hvørt prísurin er í lagi, meðan fleiri hava róð upp undir, at rættari var at bjóða tilbúgvingina út millum fleiri aktørar og spurnartekin er sett við, hvørt hetta er tann rætta tyrlan. Onnur hava ført fram, at talan er um at lóggeva stuðul ella veðhald beinleiðis til felagið, meðan onkur annar tosar um fjalda bjargingarætlan fyri tyrlutænastuna. Lat okkum gera púra greitt, at Atlantic Airways hevur einki ímóti, at Fiskimálastýrið kannar prísir frá øðrum tænastuveitarum, og heldur ikki fara vit at seta okkum ímóti, at tilbúgvingin verður boðin út. Tað fara altíð at verða fleiri meiningar um, hvør tyrlan er tann rætta til uppgávuna. Fiskimálstýrið setti ein bólk, við umboðum frá ymsum stovnum og stýrum, sum síðani mælti til tað valdu loysnina. Hesa kunnu vit ikki annað enn taka til eftirtektar. Sáttmálin um leiti- og bjargingartænastuna (SAR tænastuna), sum Fiskimálastýrið og Atlantic Airways hava samráðst um - men ikki undirskrivað - bindir Atalntic Airways til at gera eina íløgu uppá umleið 55 milliónur krónur til keyp av eini serútgjørdari tyrlu. Til tess at forrenta eina tílíka íløgu, krevst ein sáttmáli yvir fleiri ár, men afturfyri binda vit okkum til at standa tilbúnir innan ein tíma hvønn dag í tíggju ár. Kapitalkostnaðurin saman við tryggingarkostnaðinum svarar til á leið níggju milliónir krónur um árið. Fiskimálastýrið fær eisini 170 flúgvitímar árliga við í prísium. Til at veita hesa tænastu skulu setast fleiri pilotar og mekanikarar, sum allir skulu útbúgvast og javnan venja og uppdatera sín førleika. Umframt hetta skal Atlantic Airways sjálvsagt eisini rinda fyri umsiting og annan rakstrarkostnað. Vit meta ikki, at hendan verkætlanin einsamøll gevur stórt fíggjarligt íkast í fyrsta umfari, men seta kortini okkara álit á, at felagið í longdini kann fjøltátta búskaparliga grundarlagið við teirri vitan og førleika, sum hendan verkætlanin kann geva felagnum. Innanhýsis í felagnum er stór orka løgd í at menna tyrlutænastuna seinastu árini. Tað er mín fatan at starvsfólk og felag hava sýnt bæði góðan vilja og áræði til tess at skipa eina føroyska tyrlu tilbúgving, við støði í teimum umstøðum, sum vit hava at virkað undir. Men tað tænir hvørki umdøminum hjá Atlantic Airways ei heldur motivatiónini hjá starvsfólkunum, at so nógvir ivi er sáddur um rættleikan í verkætlanini. Tí hava vit eisini mælt myndugleikunum til at brúka ta tíð og tær kreftir, sum eru neyðugar til tess at rudda burtur ivan. Hevur hetta við sær, at tilbúgvingin verður boðin út, ella myndugleikarnir kanna prísir frá øðrum veitarum, so góðtaka vit hetta treytaleyst. Blíðar heilsur leygardagur 23. des. 2000 Kirkjur og Samkomuhús Gudstænastur 4. sunnudagur í advent jólaaftan Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk kl. 15: donsk gudstænasta, Bjarni Bæk kl. 17: Sonja Klein Vesturkirkjan: kl. 11 og kl. 15, Bergur D. Joensen. Kl. 17: Heri Joensen Argir: kl. 11 og kl. 15, Heri Joensen, kl. 17: Bergur D. Joensen Hvítanes: kl. 17, Bjarni Bæk Tjørnuvík: kl. 12, Kvívík: kl. 17, Marjun Bæk Haldarsvík: kl. 12, Hósvík: kl. 16, Hvalvík: kl. 17, Martin R. Jacobsen Kollafjørður: kl. 12, Vestmanna: kl. 16 og 17.15, Inga P. Dam Sørvágur: kl. 12, Sandavágur: kl. 16.30, Miðvágur: kl. 18, David Johannesen Oyndarfjørður: kl. 12, Skála: kl. 16, Sjóvar kirkja: kl. 17.15, Jógvan Fríðriksson Gjógv: kl. 12 messa, Norðskála: kl. 17, Emil Olsen Æðuvík: kl. 11, Gøta: kl. 17, Jónsvein Bech Fríðrikskirkjan: kl. 17, lestur Kunoy: kl. 12, Klaksvíkar sjúkrahús: kl. 14, Árnafjørður: kl. 17, Niels P. Danielsen Christianskirkjan: kl. 11 og kl. 17, Hans Eiler Hammer Sumba: kl. 12, Vágur: kl. 17, Erland Beder Húsavík: kl. 16.30, Sandur: kl. 18, Eva Brinck Jensen Norðradalur: kl. 13.30, Bergur D. Joensen Hvalba: kl. 16, Ólavur Rasmussen Øravík: kl. 16, Petur Martin Rasmussen Funningsfjørður: kl. 15, Fuglafjørður: kl. 17, Uni Næs Svínoy: kl. 12, Hvannasund: kl. 12, Viðareiði: kl. 17, Elsa Funding Jóladagur: Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk kl. 18: Sverri Steinhólm Kaldbak: kl. 18, Sonja Klein Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen Argir: kl. 11, Sverri Steinhólm Kirkjubøur: kl. 12, Bergur D. Joensen, altarg. Kollafjørður: kl. 12, Vestmanna: kl. 17, Marjun Bæk Saksun: kl. 11, Langasandur: kl. 15, Haldarsvík: kl. 16, Tjørnuvík: kl. 17, Martin R. Jacobsen Vestmanna: kl. 17, Marjun Bæk Saksun: kl. 11, Langasandur: kl. 15, Haldarsvík: kl. 16, Tjørnuvík: kl. 17, Martin R. Jacobsen Vestmanna: kl. 12, Hósvík: kl. 17, Hvalvík: kl. 18, Inga P. Dam Miðvágur: kl. 12, Sørvágur: kl. 17, David Johannesen Sjóvar kirkja: kl. 12, Niels J. Nielsen, trúb. Selatrað: kl. 12, Skála: kl. 17, Oyndarfjørður: kl. 19, Jógvan Fríðriksson Eiði: kl. 11.40 skriftamál, kl. 12 messa, Gjógv: kl. 17, Funningur: kl. 18,30, Eiði: kl. 20 (gentur í 7. flokki syngja). Emil Olsen (Talvan gongur í Eiðis kirkju jólakvøld fyri missiónshúsið Karmel) Fríðrikskirkjan: kl. 11, Jónsvein Bech. (Talvan gongur fyri ljóðførisgrunn kirkjunnar) Nes kirkja: kl. 18, lestur Christianskirkjan: kl. 11, Niels Pauli Danielsen Kunoy: kl. 12, altarg., Hans Eiler Hammer Vágur: kl. 11, Erland Beder Porkeri: kl. 17, Ólavur Rasmussen Skálavík: kl. 12, Skopun: kl. 18, Eva Brinck Jensen Sandvík: kl. 11, Hvalba: kl. 12, Porkeri: kl. 17, Ólavur Rasmussen Fámjin: kl. 12, Tvøroyri: kl. 18, Petur Martin Rasmussen Viðareiði: kl. 12, Hvannasund: kl. 17, Elsa Funding Leirvík: kl. 12, Hellur: kl. 16, Fuglafjørður: kl. 18, Uni Næs. (Fuglafjarðar Sangkór syngur) 2. jóladagur: Havnar kirkja: kl. 11, Hans J. Jonesen, biskupur Nólsoy: kl. 12, Sonja Klein Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur D. Joensen Kaldbak: kl. 12, Bjarni Bæk Hestur: kl. 12, Heri Joensen Kvívík: kl. 12, Marjun Bæk Vestmanna: kl. 12, Martin R. Jacobsen Bøur: kl. 12, Inga P. Dam Sandavágur: kl. 12, David Johannesen Selatrað: kl. 12, Jógvan Fríðriksson Norðskála: kl. 11.40, skriftamál, kl. 12 messa Emil Olsen Christianskirkjan: kl. 11, altarg., kl. 15: barnagudstænasta, Hans Eiler Hammer Árnafjørður: kl. 12 altarg., Norðoya Røktarheim: kl. 15, Niels Pauli Danielsen Á leiti: kl. 12, Hov: kl. 14, Erland Beder Dalur: kl. 12, altarg., Eva Brinck Jensen Øravík: kl. 12.15, Petur Martin Rasmussen Elduvík: kl. 12, altarg., Uni Næs Ebenezer Sunnudagin, jólaaftan, kl. 10 Minnismáltíð Harrans, kl. 15 barnamøti. 1. jóladag kl. 18 evangel. møti har útisetar luttaka. 2. jóladag kl. 18 evangel. møti har sjómenn luttaka. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morgunmøti, kl. 18 evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í annaðkvøld kl. 21 ungdómsmøti. Fríggjakvøldið kl. 21 ungdómsmøti. Samkoman Immanuel Fríggjakvøldið kl. 20 Kongsins Herlið, 8 ár og eldri eru vælkomin. KFUM og KFUK í Havn Hósdagin 28. kl. 17 í KFUK: Jólaveitsla fyri børn. Gimmi Olsen vitjar okkum. Fríggjadagin 29. kl. 19.30 í KFUK: Jólaveitsla fyri vaksin. Inngangur við Hans Jacob Joensen, bispi. Rhema á Hálsi Jólaaftan kl. 15.30 verða jólini sungin inn. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin Tórshavn Jólaaftan kl. 17 Gudstænasta, major Inger Sofie Tjåland talar. Jóladag kl. 11 hátíðarmøti, Palli Petersen talar, hornmusikkur. 2. Jóladag kl. 16 almenn jólaveitsla fyri børn. Hósdagin 28. kl. 17 almenn jólaveitsla fyri vaksin. Nýggjársaftan kl. 11 møti. Gleðilig jól. Saron, Vestmanna 2. Jóladag kl. 11 morgunmøti. Keldan í Skálafirði 2. Jólakvøld vera vit við í stóra tiltakinum, sum verður í Ítróttarhøllini í Runavík. Keldan ynskir øllum føroya fólki eini gleðilig jól. Ørkin, Saltangará Einki møti verður um jólini. Møti verður aftur í Arbeiðarafelagshúsinum Hæddini sunnudagin 7. januar. Vit eru við í tiltakinum í Ítróttarhøllini í Runavík 2. jóladag. Missiónshúsið, á Tvøroyri Jólaveitslan fyri børn í øllum aldri verður 2. jóladag kl. 16.00. Kortini verða savnaði inn. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frelsunarherurin, Vágur Mikukvøldið 27. kl. 18.00 jólafundur-jólahugni. Hósdagin 28. des. kl. 18 jólaveitsla fyri børn í bygdarhúsinum í Lopra. Sion, Vágur Einki møti verður sunnudagin. Telefonandaktin: 373777. Betel, Vágur Jólaaftan kl. 11 breyðbróting, kl. 17 evangel. fundur. Jóladag kl. 18 evangeliskur fundur 2. Jóladag kl. 18 evangeliskur fundur. Leygardagin kl. 15. Nýársveitsla fyri børn, kl. 19 vaksin. Nýggjársaftan kl. 11 breyðbróting, kl. 23 bønarfundur. Nýggjársdag kl. 18 evangel. fundur. Ónsdagin 3. kl. 20 bønarfundur. Betania, Skopun 1. jóladag familjumøti kl. 11. 2. jóladag kl. 16 jólaveitsla í Samljóð. 30. des. nýggjársveitsla í Betania kl. 19. Nýggjársdag kl. 17 jólaveitsla í Zion. Verið vælkomin. Zion, Sandur Nýggjársdag kl. 17 jólaveitsla. Verið vælkomin. Føðingar 11. des. fingu Salmina Arnoldson og Teitur Poulsen, Inverurie, Skotland ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4530 gr. 11. des. fingu Ella Petersen og Sjúrður Jacobsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3100 gr. 12. des. fingu Jórun Mortensen og Niels Jespersen, Hov, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3380 gr. 12. des. fingu Svanhilda Sirdal og Olgar Jacobsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3500 gr. 13. des. fingu Katrin og Adrian Rasmussen, Haraldsund, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3100 gr. 14. des. fingu Karin H. Carlsen og Jørgin Davidsen, Glyvrar, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3185 gr. 14. des. fingu Beinta Johansen og Fróði Rubeksen, Norðdepli, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3700 gr. 14. des. fingu Meibritt og Sonni Djurhuus, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3700 gr. 15. des. fingu Jóhanna og Eyðun á Bergi, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 47 cm long og vigaði 2075 gr. 16. des. fingu Jóna Birgit Nattestad og Mikkjal N. J. Olsen, Miðvágur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3550 gr. 18. des. fingu Mayfrid Matras og Lars Holm, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 58 cm. long og vigaði 4350 gr. 18. des. fingu Ann og Edmund, Toftir, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4200 gr. 18. des. fingu Tórfríð og Egil Weihe Hansen, Sandavágur, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4485 gr. 18. des. fingu Lív Jensen og Anton Arge, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3850 gr. Andlát 17.desember: Jóna Saloma Frederiksen, Klaksvík, 69 ár. Vera á Gørðum, Klaksvík, 84 ár. 18.desember: Martin Strøm, í Vági, 52 ár. Jens Simonsen, úr Sørvági, 83 ár. 19.desember: Ludvig Sivertsen í Syðrugøtu, vanliga nevndur Luddi, 81 ár. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Fútaforboð ímóti nýggju listabókini Hósdagin tóku bókhandlarnir kring landið nýggju lisatabókina hjá Bárður Jákupsson av hillini, tí Fútarætturin setti forboð var sett fyri at selja hana. Orsøkin er stríð um rættindi til nakrar myndir í bókini Nú jólasølan er í hæddini, er ein av forvitnisligu og vøkru bókunum, sum kom út til jóla, tikin av hillunum í bókasølunum kring landið. Bárður Jákupsson hevur savnað føroysku myndlistasøguna í eini snøggari bók, sum hevur heitið Myndlist í Føroyum, men hendan bókin fæst ikki til keyps í løtuni. Hósmorgunin setti Fútarætturin forboð fyri, at bókin kann seljast, tí neyðugu loyvini eru ikki fingin til at prenta 9 av myndunum í bókini. Tær 9 myndirnar eru av listarverkum hjá nólsoyinginum Steffan Danielsen, sum Bókagarður eiga øll rættindi til at brúka. Emil Thomsen, sum rekur Bókagarð, kravdi í Fútarættinum, at sølan av bókini varð steðgað, og hesum tók dómarin undir við. Hetta er ein spurningur um at fáa neyðugu loyvini til vega og at brúka røttu mannagondina. Tað er ikki gjørt við myndunum hjá Steffan Danielsen, sum Emil Thomsen eigur øll rættindi til, og tí er endurgevingin ólóglig, sigur Turið Debes Hentze, sum er advokatur hjá Emil Thomsen. Høvundin skelkaður Høvundin av bókini, Bárður Jákupsson, er ovfarin av hendingini. Eg eri framvegis skelkaður av hesum. Eg haldi, at hetta er ljótt gjørt av Bókagarði, og eg kann bara ímynda mær, at hetta er fyri at gera okkum fortreð, sigur Bárður Jákupsson. Ein slík yvirlitsbók yvir føroyska list kundi ikki verið gjørd uttan Steffan Danielsen. Arvingarnir hjá honum kundu ikki lata okkum loyvi at brúka myndirnar, men tá talan er um slíkt yvirlitsverk, hildu vit ikki, at teir kundu siga nei. Bárður Jákupsson vísir á, at hóast hann hevur brúkt nøkur av verkunum hjá Steffan Danielsen í síni bók, er tað einki sum forðar fyri, at onkur annar - til dømis Bókagarður - kann gera eina sjálvstøðuga bók um listamannin. Talan er um hvør sína útgávu, og tá hetta er ein myndlistasøga má høvundin hava loyvi at endurgeva viðkomandi verk. Hesa fatan hevur advokaturin hjá Emil Thomsen ikki. Um høvundin frammanundan hevði tryggjað sær rættindini til at brúka hesi verkini, so var eingin trupulleiki. Tað ber ikki til at brúka hesi verk uttan neyðugu loyvini, og tí hava vit kravt fútaforboð ímóti bókini, sigur Turið Debes Hentze. Smeitur fyri forlagið Bárður Jákupsson hevur gjørt føroysku listasøguna fyri danska forlagið Atlantia, sum síðani hevur samstarvað við føroyska forlagið, Sprotan, um føroysku útgávuna. Myndlist í Føroyum er komin út bæði í Føroyum og í Danmark, og tað er eisini bæði føroyska og danska útgávan, sum eru steðgaðar av fútaforboðnum. Hetta er sera óheppið fyri okkum, tí vit missa ein part av jólasøluni, og tað kann fara at kosta pengar, sigur Jonhard Mikkelsen á forlagnum Sprotanum. Bókin er ikki ein veruligur bestseljari, men vit høvdu vónað, at vit kundu fáa okkara útreiðslur innaftur. Tað fer ikki at bera til, nú bókin er tikin av hillini, og tí fáa vit helst eitt hall upp á einar 100.000 krónur av hesi útgávuni, sigur hann. Hetta er ein dyggur smeitur hjá Sprotanum, men forlagið og høvundin vóna nú, at landsrætturin fer at ógildað fútaforboðið, sum er kært til landsrættin. Men í øllum førðum fer ein partur av jólasøluni fyri skjeyti. DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt lágtrýst í ein landnyrðing úr Jan Mayen fer móti Norður-Noreg meðan eitt hátrýst yvir Eystur-Grønlandi liggur mest sum í stað. Rættiliga køld luft rekur komandi dagarnar inn yvir Føroyar norðaneftir. Veðrið í dag Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og norði. Skýggjað og okkurt kavaæl. Hitin umleið á frostmarkinum. Jólaaftan: Gul til stívt andøvsgul av norði. Skýggjað og okkurt kavaæl. Hitin beint undir frostmarkinum. Jóladagur: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði. Skýggjað við kava ella kavaælingi. Hitin millum frostmarkið og 5 kuldastig. 2. jóladagur: Strúkur í vindi upp í skrið. Skýggjað við kava ella kavaælingi og framvegis sami kuldi. Í gjár: Eitt lágtrýst í ein landnyrðing úr Jan Mayen fer móti Norður-Noreg meðan eitt hátrýst yvir Eystur-Grønlandi liggur mest sum í stað. Í dag: Rættiliga køld luft rekur komandi dagarnar inn yvir Føroyar norðaneftir. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Skiftisnæmingur úr Ný Sælandi:- Eg elski tykkum Føroyingar eru ómetaliga vinarligt fólkaslag, og mær dámar so væl at vera her, at eg ætli mær avgjørt at leggja leiðina aftur til Føroyar um ikki so langa tíð, sigur Justine Peters úr Ný Sælandi. Nú eru foreldur hennara komin til Føroyar at uppliva føroysk jól, áðrenn tey øll fara suðuraftur til heimlandið um eina viku Tá tú situr og tosar við hesa prátingarsomu gentuna, fært tú beinanvegin frænir av, at hon hevur búð á sunnastu oyggj okkara. >>Nei tvass<< letur í henni í heilum, eftir at hon hevur sagt ein setning á enskum við ramligari ný sælendskari dialekt. Fyri ellivu mánaðum síðani kom 17 ára gamla Justine Peters úr New Zealand til Føroyar sum skiftisnæmingur. Hon hevur búð hjá 19 ára gomlu Heidi Joensen úr Vági ta tíðina, hon hevur búleikast í Føroyum. Justine er uppvaksin á bóndagarðinum hjá foreldrum sínum, sum hevur eini 24.000 seyðir og eini 1000 neyt. Tey búgva rættiliga avsíðis, og tey hava ongar grannar búgvandi nærhendis. Heima í New Zealandi búgva vit rættiliga avsíðis. "In the middle of nowhere", sum hon tekur til. Tískil er hon ikki heilt ókend við tey smáu viðurskiftini í Føroyum. Beint við húsini hjá teimum rennur ein á. Eingin onnur á, sum er á sunnaru jarðarhálvu, hevur so nógv vatn rennandi ígjøgnum um tíman. Áin er ein lítil stoltleiki hjá familjuni og teimum, sum búgva har um leiðir. Skilir ikki tey eldru Justine sigur seg kunna fylgja við í eini samtalu millum tveir ungar føroyingar, men tá tey eldru tosa saman, tá er beinanvegin eitt sindur verri. Tey eldru tosa eitt heilt annað mál enn tey yngru, og tí havi eg ilt við at skilja, hvat tey royna at siga við meg, sigur Justine. Eg var eitt sindur bangin fyri at læra føroyskt at byrja við, og tað hevur heldur ikki verið lætt, tí tey flestu tosa enskt við meg, men nú kann eg samskifta á føroyskum uttan stórvegis trupulleikar, sigur Justine. Tá Justine kom til Føroyar, hevði hon ongantíð verið umborð á ferju ella skipi. Men nú hevur hon verið um Suðuroyarfjørð nakrar ferðir við Smyrli. Eg var so bangin, at eg tók bara nógvar tablettir og svav so allan vegin, sigur Justine. Ymiskt er, hvussu merkisdagar verða hátíðarhildnir í Føroyum og Ny Sælandi. Nógv verður gjørt burturúr føðingardøgum her í Føroyum. Øll familjan kemur saman, og tað eru eini tíggju ymiskar køkur at eta. Vit plaga at hava eina. Halda longri á Justine hevur gingið í miðnámsskúlanum í Vági, meðan hon hevur búð í Føroyum. Tískil hevur hon saman við flokkinum upplivað, hvussu føroyskur ungdómur heldur sær á gleimi og stuttleikar sær. Her eru tey oftari í veitslum og úti í býnum enn har heima. Tá eg havi verið í veitslum hava øll verið so ómetaliga vinarlig, og tey hava tosað við meg uttan yvirhøvur at kenna meg áðrenn. Í Føroyum verður farið í veitslu nakað seinni á kvøldi, og so halda tey á til tann ljósa morgun, men heima plaga vit at fara út um sjey tíðina og heimaftur klokkan tvey. Eitt annað, sum Justine hevur bitið merki í er, at føroyskur ungdómur svevur ógvuliga nógv og ger ikki so nógvan ítrótt. Gløgt er gestsins eygað. Vilja uppliva føroysk jól Við í flúgvaranum til Føroyar hósdagin vóru hjúnini Trevor og Karen Peters, sum eru foreldur at Justine. Tey eru komin til Føroyar at uppliva føroysk jól, og tey gleða seg ómetaliga nógv til høgtíðina. Hvar eru trøðini, var tað fyrsta eg spurdi meg sjálva, tá vit skuldu lenda við flogfarinum, sigur Karen. Annars eru vit ógvuliga undrandi yvir, hvussu góð viðurskiftini eru her á oyggjunum. Eg væntaði ikki at síggja asfalt á vegunum, tá tað búgva so fá fólk her, sigur Trevor læandi. Hóast Justine hevur verið her í eitt lítið ár, so dámar henni ikki spik, ræstan fisk ella ræst kjøt, hóast føroyski pápi hennara hevur roynt at fingið niður í hana. Hóast Justine fer avstað nú, so fer hon at síggja gamla flokkin í Vági aftur. Flokkurin fer námsferð til Turkalands, og tá fer hon við úr Ný Sælandi. At enda vil Justine takka øllum teimum, sum hava hjálpt henni, so hon hevur følt seg heima. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Ólavur Hátún: - Dygdarverk av Kára Bæk Seinasta leygardag var konsert í Kvívíkar kirkju, har Vestmanna sangkór framførdi kantatu eftir Kára Bæk. Afturat kórsanginum vóru messingblásarar og urguspæl. Ólavur Hátún metir, at kantatan og konsertin sum heild eydnaðist sera væl Tað er ikki á hvørjum degi, at ein kvívíkingur sjálvur komponerarar eina kantatu, men hóast hetta so var kirkjan ikki full leygardagin, tá frumframførsla var á skránni í Kvívíkar kirkju. Hetta var kanska eitt vónbrot, tí onkur hevði væntað, at fleiri fóru at leggja leiðina í kirkjuna tann dagin. Tað var Vestmanna sangkór, sum bæði hevur menn og kvinnur, ið framførdi kantatuna saman við messingblásarum og urguspælara. Tey komu bara heilt væl frá sínum avriki, og tað varð væl frágingið. Kantatan er eitt dygdarverk, metir Ólavur Hátún. Tað er eingin ivi um, at Vestmanna sangkór er eitt av okkara bestu her á landi, og teirra partur varð væl úr hondum greiddur. Tey hava sungið saman sera leingi, og tað er avgjørt ein styrki hjá kórinum. Av tí at hetta var frumframførslan, so er altíð okkurt, sum kundi verið eitt vet betri. Tað var kanska eitt sindur óheppið, at fjarstøðan millum blásararnar og kórið var so stór. Tað var soleiðis, at blásararnir sótu uppi á loftinum, og kórið var niðriundir. Hetta merkti konsertina eitt sindur. Kári Bæk hevur gjørt kantatuna eftir einum bíbliuteksti í evangeliunum. Tað eru Vestmanna kommuna og Kvívíkar sókn, sum hava tikið stig til hesa kantatu. Starvsfólkið á Sosialinum - post@sosialurin.fo Gleðilig Jól Hendan útgávan av Sosialinum á netinum verður tann seinasta fyri jól. Sjálvandi hendir nakað heilt stórt, so verða tíðindi løgd út á netið, men annars kemur prentaði Sosialurin ikki útaftur leysasøluna fyrr einn seinnapart triðja jóladag. Vit fara at takka øllum okkara trúgvu lesarunum á netinum fyri tað sum farið er av hesum árinum og ynskja tykkum eini Gleðilig Jól og eitt vælsignað nýttár. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Á jólum eru vit góð Jólini eru friðarhátíðin burturav, og tað merkist eisini á fólki, sigur biskupur, sum minnist serliga ein setning burtur úr lestri, sum lisin varð í Gjáar Kirkju á jólum Hóast fólk tykjast rættiliga sperd undan jólum, kemur ein slíkur friður á tey um jólini, at ein rættiliga kennir mun, sigur Hans Jacob Joensen, biskupur. Tað er nakað heilt serligt við hesi hátíðini sum ger, at fólk bókstaviliga broytast og verða góð. Og bispur minnist aftur á nakað, sum ivaleyst liggur nakað nær svarinum uppá, hví soleiðis er. Hann greiðir frá, at hann sum smádrongur í Gjáar Kirkju serliga minnist ein setning, sum gamli deknurin las við serligari raddarføring. Rættiliga hátíðarliga og hábærsliga las hann: >>Tað ber ikki til at klandrast á jólum.<< Og soleiðis tykist tað veruliga at vera, sigur Hans Jacob Joensen. Jólini eru og verða Jólini eru javngomul við kristnu kirkjuna. Tey hava altíð verið, og tey koma at verða, so leingi fólk er á Jørðini, ivast bispur ikki í. Vit sita við eitt lítið borð í bispagarðinum. Á borðinum er borðreitt við kaffi og køkum. Ein jóladekoratión stendur á borðinum. Aftan fyri bispin er veggurin fyltur upp av bókahillum, har bæði yrkisbókmentir og fagrar bókmentir síggjast í rúgvuni. Beint yvir blaðmanninum hongur stór mynd av Jacobi Joensen, fyrrverandi varabispi, sum Ingálvur av Reyni hevur málað. Og fyri líkasum at bera skyldskapin yvir í bókahyllina liggur Royvið hjá Roberti Joensen, bróður varabispsins, oman á bøkarøðini í næstniðastu hyllini. Nei, tekur bispur aftur í aftur. Jólunum ber hann ongan ótta fyri, Tey eru har, og tey fara ongan veg. Tað verður nógv tosað um, at jólini broytast so nógv. Og tað heldur bispur einki løgið vera. Tí alt broytist. Men við jólunum er tað bara uttaná, at broytt verður. Føroyingar eru støðufastir, og tað skulu nokk so stórar rembingar til, áðenn kristna grundin er tikin undan okkum. Ikki so at skilja, at vit bara skulu lata standa til, og lata Várharra klára alt fyri okkum. Tí hóast Hann ger tað óbiðin, eiga vit sjálvi at halda sambandið viðlíka. Fólkið tikið ábyrgdina Luther gav fólki ábyrgdina av kirkjuni, sigur Hans Jacob Joensen, bispur. Og føroyingar hava av sonnum tikið við hesi ábyrgd. Bispur vísir á, at eitt nú donsku starvsbrøður hansara, sum vóru í Føroyum á hvítusunnu í samband við 1.000 ára haldið, søgdu vitjanina vera eitt upplivilsi. Eitt nú at merkja, at fólk veruliga kenna seg at vara av kirkjuni og soleiðis eisini tala at, tá okkurt er, sum teimum ikki dámar. Ikki soleiðis at skilja, at fólk grenja og eru misnøgd. Men veruliga vilja hava, at tingini eru í lagi. Og munurin á eini fólkakirkju og eini statskirkju er júst tann, at meðan staturin stýrir statskirkjuni, er tað fólkið - kirkjuliðið - sum stýrir fólkakirkjuni. Biskupur dylir ikki fyri , at hann fegin vil hava kirkjuna at verða verðandi eina fólkakirkju í orðsins rætta týdningi. Skipanin kann gott vera sum í dag við eini almennari kirkju, men staturin skal ongantíð kunna blanda seg uppí, hvat sagt verður í kirkjuni, og hvørja avgerðir annars verða tiknar har. Hans Jacob Joensen væntar eisini, at verandi skipan fer at halda fram. Tí føroyingar eru kirkjutrúgvir. Eini 85% av øllum føroyingum eru limir í fólkakirkjuni. Og teir brúka hana eisini. Tað er neyvan nakrastaðni her á leið, at fólk ganga so regluliga og nógv í kirkju, sum í Føroyum, sigur bispur. Og tað hava frammandi prestar og bispar eisini lagt merki til og frøast um. Soleiðis hava vit í grundini jól alt árið. Tí jólini eru jú ein gomul hátíð, sum hildin varð í samband við, at nú kom ljósið aftur. Men við Kristusi kom lívsins ljós í heimin, og tað hava vit fyri eyga, hvørja fer vit vitja kirkjuna. Og tá fólk ganga dúgliga í kirkju, er ljósið jú ongantíð lækkað, og sum tað stendur í føroysku Brúðarvísuni: >>... tað vísir til hjartað, at her eru jól.<< Tí kunnu vit siga, at í kirkjuni eru jól alt árið. Heldur vanlig jól Bispur heldur jól, sum flestu onnur fólk gera í dag, uttan tað, at hann fer sjálvur á prædikustólin undir eini av guðstænastunum á jólum. Í ár verður tað annan jóladag í Havnar Kirkju. Annars plagar hann at vera saman við familjuni á jólum, sigur hann. Konan er donsk, og tey fara altíð til danska guðstænastu jólaaftan, eins og farið verður til vanliga guðstænastu um jólini. Og maturin er sum hjá mongum føroyingi á jólum. Dunna plagar at vera jóalaftan. Og jóladag verður altíð kókað ræst kjøt. Hóast bispafrúan er donsk, er tað eingin forðing fyri, at hon etur allan vanliga føroyskan mat. Tó við tveimum undantøkum. Markið verður sett við garnatálg og seyðarhøvd. Jólastákið í bispagarðinum er eisini sum í vanligum húsum. Og bispur hevur ongar trupulleikar av, at jóalnissurnar eru farnar at loysa einglarnar av. Har er pláss fyri báðum, og Hans Jacob Joensen metir ikki, at jólini eru so veik, at tey ikki tola eina tvær nissur á vegginum. Einglunum veit hann av kortini, og teir fara altíð at verða har, teir hava verið. Hans Jacobi Joensen dámar væl føroyskan dans, hóast hann ikki vanliga gongur í dans. Men annað jólakvøld plagar hann altíð at lurta eftir føroyskum dansi, sum sendur verður í útvarpi og sjónvarpi. Og so verður lisið, sum hjá so mongum øðrum. Ivaleyst verður onkur bók undir jóaltrænum, og tær eru altíð kærkomnar, sigur Hans Jacob Joensen, bispur. John Johannesen - john@sosialurin.fo Úr Kuala Lumpur til Vágs Lian Sim Lim er uppvaksin beint uttan fyri milliónbýin Kuala Lumpur í Maleisia. Tá hon var 20, flutti hon til París og seinni til Keypmannahavnar. Nú er hon vorðin vágbingur, hevur keypt hús og starvast sum studentaskúlalærari Føroyingar eru so fittir, fyrikomandi og hjálpsamir. Teir minna meg á gomlu maleisarnir, eg minnist frá mínum barndómsdøgum. Soleiðis lýsir 50 ára gamla Lian Sim Lim úr Maleisia føroyingar. Lian hevur búð í Vági seinastu seks árini, og hon er fegin um at búgva har. Tá Lian flutti til Vágs, visti hon einki um Føroyar, men hon helt tað vera áhugavert at royna nakað nýtt í eina tíð. Tað var heilt av tilvild, at eg flutti til Føroya. Eg fekk gjøgnum arbeiðsávísingina hjá donskum studentaskúlalærarum tilboð um at søka starv á einum skúla í Føroyum, sum kallaðist Miðnámsskúlin, og eg valdi at søkja, greiðir Lian frá. Tá hon søkti starvið í Vági, arbeiddi hon sum skrivari fyri Vesterbro Byfornyelse í Keypmannahavn, men hon vildi kortini fegin hava starv sum studentaskúlalærari. Tá eg søkti, visti eg ikki annað um Føroyar, enn at landið var til. Eg hevði hoyrt um hetta landið í barnaskúlanum heima í Maleisia. Tí tók eg mær nakrar ferðavinnufaldarar um Føroyar á eini ferðaskrivstovu hjá DSB og las teir ígjøgnum, so eg ikki var heilt á berum, greiðir Lian frá og lær hart. Tá Lian fekk at vita, at hon hevði fingið starvið, setti hon sum treyt, at kinverski tempulhundurin, Lady, skuldi sleppa við til Føroya, annars kom hon ikki. Men landsins lógir skulu haldast, og tí mátti Lady í karantenu, beinanvegin hon kom til Føroya. Veruligur vágbingur Sáttmálin, sum Lian í 1995 gjørdi við Miðnámsskúlan í Vági var bert fyri tvey ár, tí hon ivaðist stórliga í, hvussu hon fór at trívast í lítla landinum, Føroyum. Lian hevur nevniliga alt lívið búð í milliónbýnum - fyrst í Kuala Lumpur, síðani í París og at enda í Keypmannahavn. Men Lian fall skjótt til í Vági, hóast hon fyrstu árini var noydd at flyta eitt sindur runt, tí húsini, hon leigaði, vórðu seld. Lian hevur nú tikið við føstum starvi sum studentaskúlalærari. Hon hevur lisið enskt og franskt á universitetinum í Keypmannahavn, og í hesum undirvísir hon í Vági. Í apríl í ár gjørdi Lian av at keypa hús í Vági. Hóast hon er einsamøll, vildi hon hava eini stór hús. Og tey skuldu hava gott útsýni. Slík hús eydnaðist at fáa fatur á, og Lian býr nú í einum stórum húsum uppi á Oyrabø í Vági, hagani hon hevur útsýni yvir alla bygdina. Enn hevur Lian ikki gjørt av, um hon skal verða verandi í Føroyum restina av ævini. Men hon ásannar, at húsakeypið bindur hana at verða verandi nøkur ár afturat - í minsta lagi tíggju. Tá eg kom, setti eg mær eitt evstamark á fimm ár, men nú havi eg longu verið her í seks ár, og eg trívist væl. Her er so gott at vera. Føroyingar eru ógvuliga hjálpsamir. Teir hjálpa tær við øllum møguligum, uttan at tú kennir teg noyddan at lata nakað afturfyri. Fólk her koma veruliga hvørjum ørðum við, sigur Lian við einum stórum hjartaligum smíli, ið prógvar, at hon veruliga trívist. Lívligt í Suðuroynni Lian Sim Lim tekur ikki undir við teimum, sum siga, at tað er keðiligt at búgva uttan fyri miðstaðarøkið. Tað ber væl til at hava nóg mikið at gera í Vági, um tú hevur hug til tað, sigur Lian avgjørd. Hóast Lian er eitt rættuligt stórbýarmenniskja og er von við at hava møguleika fyri at fara til alskyns tiltøk, hevur hon aldri kett seg í Vági. Hon gongur javnan til veitslur, hóast hon ikki drekkur, og hon er eisini javnan við til at fyrireika veitslur og onnur tiltøk. Tá eg kom til Føroya, hevði eg alt tað tilfar til ymsikt handarbeiði, sum eg kundi. Eg væntaði nevniliga, at eg mangan fór at keða meg á einum so lítlum plássi sum hesum. Men veruleikin er ein heilt annar. Eg havi nærum ikki havt stundir til handarbeiði, tí eg havi havt so nógv annað at gjørt, greiðir Lian Sim Lim frá. Jú, tað kann sanniliga sigast, at Lian hevur úr at gera í Føroyum. Tí við síðuna av fulltíðarstarvinum sum stundentaskúlalærari, tekst hon eisini við at gera køkuhús til ymsar felagsskapir at burturluta, og so ger hon eisini pynt og mat, tá veitslur skulu haldast. Og hetta heldur Lian vera nakað stak hugnaligt, sum hon ikki hevur upplivað aðrastaðni í heiminum. Tá Sosialurin vitjaði heima hjá Lian fyri góðari viku síðani, hevði hon úr at gera við at gera pynt til stóra jólaborðhaldið, sum Miðnámsskúlin skuldi halda í VB-húsinum í gjárkvøldið. Og hetta var ikki einasta veitslan, sum Lian hevur havt stríð av seinastu tíðina. Í oktober helt hon stóran fimti ára føðingardag, og fyri góðum mánaði síðani beyð hon kirkjukórinum Ljómi at halda árligu alahalgannaveitsluna heima hjá sær. Krás úr eysturlondum Lian dámar væl at gera mat, og tað hendir meira enn so, at fólk heita á hana um at gera sær >>okkurt lekkurt og eksotiskt<<. Tá ger hon ofta traditionellan væl kryddaðan maleisiskan mat, og hetta, sigur hon, dámar føroyingum væl. Tá Lian í oktober helt fimti ára føðingardag, borðreiddi hon tvey stór sjálvtøkuborð. Annað borðið var fylt við føroyskum mati og hitt við eysturlendskum. Tá veitslan var av, var borðið við føroyska matinum framvegis fult. Tað, sum var etið, var av borðinum við eysturlendska matinum. Eg havi annars altíð hildið, at føroyingar vóru ógvuliga kræsnir. Men hetta varð mótprógvað á føðingardegnum hjá mær. Føroyingum dámar væl at royna eysturlendskan mat. Tú skalt bara ansa eftir, at hann ikki er alt ov væl kryddaður, sigur Lian. Men tað er torført hjá Lian at fáa tilfar til eysturlendska matin í Føroyum. Tí má hon í heilum heita á skyldfólk og vinir, um at senda sær vørur við postinum. Eitt sindur av vørunum ber kortini til at bíleggja úr Danmark. Tollvaldið er tó ein stórur trupulleiki hjá Lian í hesum sambandi. Tí hvørja ferð, hon fær ein pakka, hevur tollvaldið skrætt hann upp, og so er okkurt oyðilagt. Eg skilji ikki hetta stranga eftirlitið, sum er í Føroyum. Um tað var kríggj ella okkurt líknandi, hevði eg betur skilt hendan mistankan, sum øll eru undir, sigur Lian ørg. Lian greiðir frá, at systur hennara sendi henni serligt indiskt karry við í ein pakka saman við føðingardagsgávuni til fimti ára føðingardagin. Hendan pakkan hevði tollvaldið latið upp, og sjálvsagt var hol komið á posan við karry, so føðingardagsgávan var kryddað, øll sum hon var. Og hetta er nakað sum javnan kemur fyri, staðfestir Lian. Tá Lian er uttanlands, keypir hon vanliga inn í stórum, so hon sleppur undan at skula fáa vørurnar sendandi við postinum. Samanumtikið staðfestir Lian, at tað ber til at liva sum maleisi í Føroyum, hóast tað ikki ber til at fara út í tún at heinta krydd og fruktir. Heldur føroysk jól Lian Sim Lim er buddist. Men kortini heldur hon jól. Hon heldur jólini vera so hugnalig. Av tí, at hon býr einsamøll, heldur hon jól saman við einum av starvsfeløgum sínum og familju hansara. Hon keypir jólagávur til tey, sum hon heldur jól saman við, og tey geva henni jólagávur. Hetta heldur Lian vera mikið hugnaligt. Hon vildi ikki verið jólini fyriuttan. Við Lian hava jólini í Suðuroynni eisini fingið ein nýggjan sið, nevniliga at hava køkuhús. Eftir at Lian fyri nøkrum árum síðani gjørdi tað fyrsta av hennara væl umtóktu køkuhúsum, kemur tað javnan fyri, at børn spyrja hana, um hon kann gera teimum køkuhús. Og so eru tað eisini øll tey køkuhúsini, sum fólk helst vilja hava til ymsu jólaveitslurnar upp undir jól. Jólakøkuhúsini hjá Lian eru gjørd úr siropskøkudeiggi. Lian bakar húsini í elementum, sum hon pyntar við alskyns góðgæti - sum hon eisini fær sendandi úr útlondum - og síðani límar hon elementini saman. Tá húsini eru liðug, minna tey nógv um pannukøkuhúsini í ævintýrinum um Hans og Gretu. Saknar kinverska nýggjárið Lian Sim Lim heldur tað vera ógvuliga hugnaligt at halda nýggjár í Vági, har tey gera meira burtur úr nýggjárshaldinum enn nakra aðrastaðni í landinum. Og hon etur eisini ræst kjøt á veitsluni vesturi í VB-húsinum, eins og allir hinir vágbingarnir. Men kortini saknar Lian kinverska nýggjarið í februar. Fyri meg er tað ógvuliga týdningarmikið at halda kinverskt nýggjar. Hendan møguleikan hevði eg, tá eg búði í Danmark, men tað ber ikki rættuliga til í Føroyum. Eg fái ikki fatur í øllum tí, sum eg skal brúka til eitt slíkt nýggjárshald í Føroyum. Harafturat haldi eg ikki, at tað hevði riggað so væl, at boðið føroyingum til kinverskt nýggjárshald. Men hvør veit - kanska eg royni tað onkuntíð kortini, sigur Lian. Lian gleðir seg nógv til at fara í kirkju jólaaftan fyri at koma í jólahýr og síðani til sjálvt jólahaldið heima hjá starvsfelaga hennara. Og so er tað hugtakandi nýggjárshaldið, sum er næsta stóra løtan. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Ávegis til søguna Á eini ferð til Egyptalands er eingin ivi um, at ein eigur at vitja pyramidurnar og helst eisini sigla eftir Nilánni. Hesar báða ímyndirnar av allari heimsins mentan yvirhøvur Ferðafrásøgn úr Egyptalandi Barnadreymurin er gingin út. Har stendur pyramidan. Hesin stóri kolossurin av eini grótrúgvu, sum upp gjøgnum skúlaárini hevur fylt ein við undran og seinni alt fram eina tráðan eftir at síggja hetta undurverkið. Og nú er tað knappliga veruleiki. Tað eru bara nakrir tímar lidnir, síðan vit í Kastrup lufthavnini í Keypmannahavn vóru hjástødd, tá egyptiski sendiharrin í Danmark klipti snórin og á tann hátt staðfesti, at nýggja flogrutan hjá Maersk Air millum Kastrup og Kairo var latin upp. Tað var við stórum spenningi, at farið varð upp í hetta bláa flogfarið, sum hálvanfimta tíma seinni skuldi seta meg av í Kario í Egyptalandi. Hesum søguríka býnum, sum so nógv er hoyrt og lisið um. Rutan er kunngjørd á arki, sum liggur í flogfarinum, og av tí, at eg havi fingið setur við vindeygað, er spennandi at vita, um nakar møguleiki verður at síggja Europa soleiðis úr erva á ferðini niður. Men so varð ikki. Skýggjað var allan vegin, líka til komið var at turkisku Miðjarðarhavsstrondini. Men Miðjarðarhavið er sær sjálvum líkt og blinkar blátt og skyggjandi til mín her einar 11 km. uppi í luftini. So alt í einum er Egyptaland undir okkum. Eitt grønt, sera væl velt land við einum silvurlittum, skyggandi bandi mitt tvørtur ígjøgnum. Onkur smávegis bugur á og onkrir armar, sum stinga út higar og hagar. Hetta er Niláin. Lívgevandi æðrin hjá øllum hesum fólki, sum her býr. Í Egyptalandi búgva umleið 64 milliónir fólk. Og av teimum búgva 90% í Nildalinum og Ósanum. Hendan søguríka áin, sum millum annað er beinleiðis orsøk til, at vit hava álmanakkan. Hon var tað, sum fekk gomlu egyptararnar at rokna út, hvussu long tíð var liðin, síðan seinasta vatnflóðin var, soleiðis at teir kundu vera til reiðar, tá tann næsta kom, gera nyttu av henni í veltunum. Kairo Fram við ánni breiðir seg ein býur, sum bara tykist at vaksa og vaksa. Brúnur og gráur. Keðiligur á liti. So knappliga ein grønur blettur. Tað er eitt ítróttarstadion. So eitt svimjistadion. Vit nærkast jørðini, nú vit fara at lenda um eina løtu. Og vit flúgva tætt yvir miðbýnum i Kairo. Jú, her eru nýtmótans háhús og handilsbygningar eru at síggja. Vit fara vestur um ánna, og býurin minkar aftur eitt sindur. Og har, beint undir okkum liggja so pyramidurnar. Smáar og brúnar at síggja til á mentanarkantinum. Ein hvassur kantur. Markið millum býin og oyðimørkina, sum byrjar her og røkkur allan samlan vegin vestur til marokkansku Atlantshavsstrondina. Meira enn 1.001 dagar at ríða, siga beduinarnir. Áðenn eg líkasum rættiliga havi hugsað tankan, er flogfarið vent inn yvir aftur býin, og vit lækka spakuliga niður móti flogvøllinum. Eitt er at koma úr flogfarinum og gjøgnum øll tey eftirlit, ein altíð hoyrir um, skulu vera á slíkum støðum. Men ikki her heldur enn í Havana ella niðri í miðjum Afrika var nakar sum helst trupulleiki at koma út. Uttan fyri farstøðina bíðar nýmótans bussur við øllum, sum teir best útgjørdu europeiksku bussarnir hava í dag. Hann skal flyta okkum tvørtur um ánna og gjøgnum býin til Mena House beint undir pyramidunum, har vit skulu búgva. Ruðulleiki Við góðum treysti varð farið í bussin. Vit hava góða tíð, áðrenn vit fara í býin at hitta okkurt handilssamband hjá vertum okkara. Vit skulu bara koyra gjøgnum býin. Mn tað vísti seg kortini at gerast ein túrur, sum bara varð ein tíma styttri, enn flogferðin allan vegin úr Danmark. Kairo avdúkaði seg stutt sagt sum ein stóran ruðulleika, allur sum hann var, hendan seinnapartin. Tað var so at siga ikki framkomandi, og vit fingu ríkiligan møguleika at eygleiða gøtulívið í býnum á ferðini. Koyrdu tveir tríggjar minuttir og stóðu so í bíðirøð einar fimm til tíggju. Soleiðis áhaldandi allan samlan vegin út til oyðimarkarkantin. Men áhugavert var kortini at sita og eygleiða ferðsluna í hesum pottinum. Minnast skal til, at einar 16 milliónir fólk eru skrásett í Kairo. Men almenn hugsan er, at har búgva nógv fleiri. Og tey búgva allastaðni, har ein fermetur er tøkur. Sjálvt á gamla kirkjugarðinum í miðbýnum verður mett, at meira enn 30.000 fólk hava funnið sær bústað í gomlum gravum. Gravirnar eru bygdar sum hús ella íbúðir, har so heilar familjur verða gravsettar. Í hesum húsum hava so heimleys leitað sær skýli. Stórir, nýggir handilsbygningar og nýmótans hotel stinga seg upp fram við ánni. Og ferðslan er øgilig. Og larmandi. Eins nógv og ferðslan er, eins fjølbroyt og øðrvísi frá okkara viðurskiftum er hon. Øll vanligu akførini, vit kenna av okkara leiðum eru har. Og so tey gomlu, sum egyptar hava brúkt í túsundvís av árum. Rossið og eslið trampaðu trúliga eftir gøtunum. Annaðhvørt við vogni afturút, klyv á rygginum ella bara sum reiðdjór hjá einumhvørjum, sum vildi sleppa undan at ganga. Satt at siga høvdu hesi kríatúrini í mongum førum langt síðan verið avlívað her hjá okkum, ella eigarin í besta føri settur í geglið fyri djóramishandling. Men ivaleyst verður ikki gingið so nógv upp í djóravælferð á teimum leiðunum. Og kortini sá eg fyri fyrstu ferð í lívinum búfflar og esil koyra í lastbili. Jú ferðslan var av sonnum fjølbroytt. Pyramidurnar Bara nakrar fáar hundrað metrar frá hotellinum standa hesi søgunnar stóru undur. Hesi seinastu av teimum sjey stóru undurverkunum frá antiktíðini. Her hava tey staðið út móti fimmtúsund árum. Hava staðið sum varðar, sum ferðandi hava sæð næstan hundrað kilometrar burtur á veg til ríki faroana. Hesar bygningar hava bæði Jósef og Móses havt fyri eyga fleiri túsund ferðir. Og eisini Abraham gamli hevur heilt víst sæð tær, tá hann vitjaði farao á sinni. Eingin ivi er heldur um, at Jesus á síni útlegd í Egyptalandi sum smádrongur, hevur skoðað hesar bygningarnar. Og enn standa tær sum tigandi vitnisburðar um eina tíð, vit ikki duga at skilja. Hvørji vóru hesi fólkini, sum bygdu hesar kolossarnar? Hvussu bóru tey seg at, og hvørjum teknikki ráddu tey yvir, sum gjørdi hetta møguligt. Nógv hevur verið skrivað og gitt um, hvussu byggimeistararnir hava borið seg at. Men ein sannroynd er, at hvussu teir enn hava borið seg at, hava teir skapt bygningsverk, sum ikki enn hava sæð sín líka. Nútíðar elementvirki hava nógv at læra av hesum meistarum. Har varð ikki fylt við Sikaflex ella betongi millum steinarnar. Samankomingarnar eru so tættar inni í pyramiduna, at ein má leita eftir teimum. Eg royndi at stinga knívseggina inn í millum steinarnar, tá eg endiliga hevði funnið samankomingina, men tað var ógjørligt. Og tað eru ikki smásteinar, vit tosa um. Teir viga í meðal hálvttriðja tons. Aftur ein orsøk til bøvuðbrýggj hjá granskarunum í dag. Men tað, sum volt hevur granskarum eina størst høvuðbrýggj er, hvussu Kheops pyramidan, tann størsta, er bygd. Hvønn kunnleika høvdu hesir gomlum meistararnir? Hon liggur nágreiniliga á linju, sum býtir landjørðina í tvey. Verður ein strika gjørd gjøgnum pyramiduna, er júst líka nógv landjørð eystan fyri sum vestan fyri hana. Hæddin er tann sama sum radius á einum sirkli við sama ummáli sum samlaða ummálið av pyramiduni niðri við jørðina. Verður longdin á pyramidusíðunum býtt við einum sólári, t.v.s. 365,242 døgum, verður úrslitið 63,66 cm. Falda vit so hetta tal aftur við 10 milliónum, hava vit avstandin frá centrum Jarðarinnar til annan Pólin. Falda vit hæddina á pyramiduni við 1.000 milliónum, skuldu vit fingið frástøðuna frá Jørðini til Sólina. Av tí, at frástøðan er 148.200.000 km, mugu vit ganga út frá, at pyramiduhæddin ikki hevur verið 146 metrar, men heilt nágreiniliga 146,2 metrar. Her skal tað fyrivarni sjálvandi takast, at hæddin í dag helst víkur eitt sindur frá teirri upprunaligu orsakað av teimum skaðum, pyramidan hevur fingið gjøgnum øldirnar, bæði av veðri og fólkaávum. Sama er galdandi við síðumálunum, sum haldast mugu at hava verið 232,8 m, heldur enn teir núverandi 227 metrarnar. Vit vita jú, at rættiliga nógv grót er tikið uttan av pytamidunum til byggitilfar upp gjøgnum tíðirnar. Eftir stendur so spurningurin um, hvussu teir hava gjørt. Hvønn teknikk hava teir nýtt? Kendu teir okkurt, vit ikki kenna til? Ein spurnignur, sum settur hevur verið, er hvussu teir fingu ljós inn í pyramiduna. Fram til endan av nítjandu øld kendu vit bara til osandi oljulampur sum ljóskeldur. Men ávíst er, at ikki ein einasti osblettur er at finna nakrastaðni inni í pyramyduni. Hugurin vendir aftur til gomlu, eysturlendsku ævintýrini, har fult er av flúgvandi teppum, andum í lampum og borðum, ið verða reidd eftir ordra. Fyri ikki at tala um boðini: >>Sesam, Sesam, lat teg upp.<< Var hetta kanska ein møguleiki fyri at flyta hesar umleið 2,5 milliónir byggiklossurnar, sum viga fleiri tons, aftur og fram? Við øllum hesum í viðførinum og rættiliga stórum vónum varð við góðum treysti fari inn í Kheops pyramiduna, hóast sagt mangan hevur verið, at har er myrkt og skjótt at fáa klaustrofobi. Men her var størsta vónbrotið á túrinum. Har var als eingin atmosfera yvirhøvur. Í heilaga navni ferðavinnunnar og við dollarteknum í eygunum, hava egyptar fullkomuliga oyðilagt pyramidurnar fyri at gleða turistarnar. Allan vegin gjøgnum gongir og kømur inni í pyramiduni skygdi skerandi og vamlislig neonljós í hesum boðbera ættfedra heimsmentananar. Eitt rættiligt antiklimaks. Eirikur Lindenskov - eirikur@sosialurin.fo Føroya mest fagnaði jólamaður Eingin jólabýur fer nakrantíð at hugtaka so nógv - og so leingi, sum gamli Jólamaðurin á Áarvegnum Hann hevur glett manga barnasálina í Havn seinastu nógvu árini. Børn frá 90'unum kenna hann, børn frá 80'unum kenna hann, børn frá 70'unum kenna hann, børn frá 60 kenna hann... Hann hevur glett fleiri barnasálir enn allir jólabýirnir í SMS seinastu 23 árini tilsamans, eingin ivi um tað. Tað er gamla Jólamannin hjá Katrinu Christiansen í Havn vit tosa um - hann sum altíð hevur staðið í sýnisglugganum hjá Katrinu Christiansen. Hann, sum so trúgvur tók telefonina, tá fólk ringdu og søgdu, hvat børnini skuldu hava í jólagávu. Eingin jól uttan Jólamannin Jól vóru ikki í Havn, fyrr enn Jólamaðurin sást á Áarvegnum. Hitt týðuliga boðið um jólini var jólatræið á Vaglinum - og pyntaðu handilsgluggarnir annars. Barnagarðar og skúlaflokkar gingu túr oman á Áarvegin - bara fyri at heilsa upp á jólamannin Men í ár er Jólamaðurin ikki at síggja. Tí í ár hevur handilin hjá Katrinu Christiansen heldur einki at sýna fram í sýnisglugganum, sum aðrir handlar nú leiga frá Haldori, sum seinastu 50 árini hevur rikið handilin, ið ber navnið hjá móður hansara, Katrinu Christiansen. Nei, Haldor veit ikki so nógv at siga um jólamannin. Eg keypti hann einaferð frá Esmar Hansen, eg minnist ikki rættuliga nær, sigur Haldor, sum kortini heldur, at tað hevur verið í fimmti- ella fyrst í sekstiárunum. Bróðursonur og hjálparmaður hansara, komandi borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, leggur afturat, at Haldor so bestemt hevur keypti hann brúktan. Teir vita ikki rættuliga um aldurin at siga, men hann er gamal - og hann er slitin. Vit báðir, myndamaðurin, fáa lykilin til húsini hjá Angeliku - tað eru húsini hjá ommu Jonu Henriksen niðri á Áarvegnum, sum Haldor seinastu 30-40 árini hevur havt sum sýnisglugga - tey gomlu húsini, sum standa millum Blákolluna og húsini hjá Per á Sjómansheiminum. Sum gandur fyri barnasálina Í einum króki stendur, ella rættari hongur Jólamaðurin niður yvir borðið. Hvør skal siga: Eg orki ikki meira... Øll minnast, hvussu avanseraður Jólamaðurin var. Hann sat ikki bara stillur sum ein dukka. Nei, hann var livandi: Hann sat við borðið - við telefonini. Reistist við jøvnum millumbilum, strekti armin, settist aftur, og skrivaði niður. Bara hetta í sjálvur sær var fantastiskt - hetta var næstan gandur fyri barnasálina. Ellin er eyðsædd, tá vit hitta Jólamannin. Inni í honum er bjølgur, sum varð blástur upp, hvørja ferð hann reistist. Blásarin er langstíðani steðgaður, men hin bróðursonurin hjá Haldori, Viggo, hevur biksað okkurt saman, so Jólamaðurin við hjálp av einum gomlum Nilfisk-dustsúgvara, einum rele og nøkrum luftslangum hevur kunna reist seg síðstu árini. Hetta er so orsøkin til, at hann ikki hevur verið líka fattur, sum hann var, tá vit vóru børn! Sæð frægari tíðir Handilin hjá Katrinu Christiansen í Bartskersstovu í Bringsnargøtu er ein gamal handil. Fyrr var hetta handilin hjá Zacharis Heinesen, sum longur afturin í tíðini var handilin hjá verfaðir hansara, A. W. Restorff. Zacharias Heinesen búði í húsunum í Bringsnargøtu við familjuni. William Heinesen er føddur á loftinum. Í 1927 flytir Heinesen handilin oman í Vágsbotn, har Valdemar Lützen er í dag. Kolonialhandilin var har, sum Andreas í Vágsbotn er í dag, og klædnahandilin har, sum Valdemar Lützen hevur postalínshandilin. So eyðsæð er, at handilin hjá Katrinu Christiansen, ið er tann seinasti, har keypt verður um skivuna, hevur sæð frægari dagar. Nýggjar tíðir seta nýggj krøv, og fólk vilja heldur keypa í stórum handlum við nógvum vørum - handlum, sum hava stórar jólabýir, sum hugtaka bæði vaksin og børn. Men eingin jólabýur fer nakrantíð at hugataka so nógv og so leingi, sum Jólamaðurin á Áarvegnum! Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Hann sat í tjalddurum sínum Eins og Abraham á sinni reistist at taka í móti ókunnumonnunum, sum komu fram við tjaldi hansara, komu nútíðar egyptararnir við tónleiki og trummuslátti gestum sínum á møti Ferðafrásøgn úr Egyptalandi Oyðimarkarnáttin liggur tung og bikasvørt yvir okkum, meðan vit í bussi krúpa eftir einumhvørjum asfalteraðum vegi í sandinum, sum bara bussførarin tykist vita av. Langt burturi einastaðni har úti í náttini blaktra nøkur ljós. Einsamøll; burtur frá øllum bygdum og mannagongd. Tað man vera hagar, vit skulu, verður hugsað, meðan bussurin ger enn eitt sving á hesum oyðimarkarvegnum, sum ikki tykist vera har. Ljósini har úti hvørva, og bara sandurin er at síggja í ljósunum frá bussinum. So svingar hann aftur. Undan einum sandheyggi koma vit, og knappliga eru ljósini beint hjá okkum. Nakrir kyndlar, sum standa fram við vegnum. Nú er eingin ivi. Hetta eru vegvísarar okkara, sum fara at leiða okkum at tjaldinum, vit skulu vitja til tess at eta og síggja undirhald, sum beduinarnir ivaleyst hava brúkt tað í túsundir av árum. Og kyndlarnir leiða fram til eitt størri ljóshav, har nógv fólk er at síggja. Har stendur ein væl mannað móttøkunevnd við klarinettum og trummum, kyndlum og so sanniliga eisini einum rossi. Menn. Bara menn. Tað kennist ein ramur oljuroykur frá kyndlunum, meðan dustskýggini spakuliga leggja seg aftan á okkum, tá vit stíga út, og einir fýra, fimm ovurblíðir menn í síðum hvítum, arabiskum klædnabúna bjóða okkum vælkomnum. Teir sótu í tjalddurum sínum, hóast tað sum hjá Abrahami ikki var í middagshitanum. Men teir fóru á føtur, beinanveg gestirnir komu framvið, og boðið var inn í tjaldið, so gesturin kundi rinda møðina og fáa okkurt at styrkja seg við. Dansandi ross Ein ungur maður á hvítum arabararossi er við í fylginum, sum tekur í móti okkum. Tá spælimenninir hava leikt tað fyrsta lagið, sum býður okkum vælkomnum, tekur reiðmaðurin rossið inn á økið, sum er millum móttøkunevndina og gestirnar. Spælimenninir tríva í eitt hvínandi, monotont lag, sum rossið tó tykist kenna væl. Tí rossið fer at dansa við unga manninum á baki. Og tað má sigast at vera rættiliga væl vant, tí ongantíð misti tað stevið. Men ikki skuldi hesin dansur gerast tann seinasti, vit upplivdu á hesi vitjan í beduintjaldinum í egyptisku oyðimørkini. So langt burtur, at ikki so frægt sum glæman frá milliónabýnum Kairo var at hóma á luftini. Oyðimørk í orðsins sanna týdningi. Og steindeyð lá kolasvarta náttin rundan um okkum. Eg fór eitt sindur burturfrá. Vildi síggja stjørnuhimmalin her niðri, hvussu ólíkur hann mundi vera okkara egna. Hevði altíð hoyrt, at her skal vera so klárur himmal, men mátti tó sanna, at nakað av támi var, sum køvdi eitt sindur. Ikki tí. Onkur stjørnumynd var kortini, sum kendist aftur. Bæði Cassiopeia og beltið hjá Orion sóust týðiliga. Og so ein rúgva av øðrum, sum eg ikki fekk skil á. Hesar stjørnurnar. So ómetaliga langt burtur. Og so nær kortini. Men so gamlar. Hugsa tær til. Hesum somu stjørnum hevur Móses navigerað eftir, tá hann flýddi undan Farao á sinni. Og undan honum hava synir Jákups sæð tær, tá teir fóru til Egyptalands at keypa korn. Og langabbi teirra, Abraham, tá hann í síni tíð var á hesum leiðum. Og allir teir gomlu egyptararnir, sum bygdu hetta landið. Og........ Nei, her er best at halda upp at og sleppa sær inn í tjaldið, har borðreitt fer at verða hvørja løtu. Í orientalskum gildi Tað standa nógv smá borð inni i stóra tjaldinum. Komi skjótt eftir, at hetta tjaldið vist er sett upp her bert fyri okkara skuld. Minnir eitt sindur um stóru dansitjøldini á føroysku stevnunum, men kortini nakað heilt annað. Tað er tjaldað innan við teppum. Gólv lagt niður á sandin. Men tann upprunaliga ljóskeldan, ein væntar her úti í oyðimørkini, er ikki. Her er elektriskt ljós. Rímiligvís frá onkrum motori einastaðni, sum vit tó ikki hoyra, hvuss tað so enn ber til. Seks eru spælimenninir, sum sita fram við tjaldveginum í arabiskum klædnabúna við elektriskum ljóðførum í hondini. Og ein ungur maður í leðurjakka og blonkum skóm stendur við eini mikrofon á gólvinum. Soleiðis er við ferðavinnuni. Vit sessast við smáu borðini og vænta líkasum, at her kemur onkur at bera okkum matin. Men nei. Tað er at fara sjálvur upp til langa borðið við borðiskinum og fáa tær uppá. Tað er altíð spennandi at royna nýggjar rættir í nýggjum londum ein vitjar fyrstu ferð. So nú er bar at halda seg framat. Pitabreyð er jú arabiskt, so tað skuldi verið rættiliga kent. Kokkurin - hann er í hvussu er klæddur í hvítum við høgari húgvu - gongur hinumegin borðið og greiðir frá, hvat er í teimum ymsu rættunum. Og eingin grund er til at halda seg aftur. Hóast ókent, slíkt sum helst ikki hevði verið sett á føroyska nátturðaborðið, má sigast, at maturin var frálíka góður. Føroyingar eiga at læra nakað av øðrum tjóðum, tá vit tosa um matgerð. Føroyskur matur er mangan sera keðiligur og einkisigandi. Einki sum helst verður gjørt burturúr. Tað vanliga - tað traditionella - veður sett á borðið. Helst skal rúgvan vera stór, so ífyllan er í lagi. Eini tíggju ymisk sløg av salati, sum kortini øll smakka líka, er ikki óvanligt. Men her úti í oyðimørkini var eingin ivi um, at kokkurin legði æru í at gera eitt listaverk úr matinum. Synd var tí, at umstøðurnar at halda heitt ikki vóru eins góðar, og tær helst hava verið á einumhvørjum góðum hotelli í Kairo, har hann ivaleyst arbeiðir dagliga. Men á borðendanum stóð nakað, sum eingin ivi stóðst av. Eitt heilstokt lamb við høvdi og øllum. Beinini vóru skorin av, og høvdið flett ella skrædlað, áðrenn alt krovið varð grillstokt. Soleiðis hevur Abraham ivaleyst eisini borðreitt fyri sínum gestum. Tó at tað stendur um teir tríggjar, sum vitjaðu hann í Mamrelund, at teir fingu kálv, er eingin ivi um, at onkur seyður eisini hevur verið borðreiddur á hendan hátt. Eg haldi meg framat. Har innan fyri borðið stendur tænarin til reiðar at skera mær ein góðan bita. Eg hyggi at honum, og hann flaksar óført og roynir á góðum enskum máli at sannføra meg um, at hetta er góður matur. Jú, eg eri ikki í iva. Tað er meira manninum, eg hyggi at. Tænaranum. Somu støðu hevur hann, sum Eleazar, húskallur Abrahams. Hin úr Brúðarvísuni. Man hann hava sæð soleiðis út? Kanska var tað hann, sum slapp at borðreiða kálvin fyri Harranum í Mamre? Salome So byrjaði undirhaldið. Tað var dansur eftir tónleikinum, sum spælimenninir fram við tjaldvegginum spældu undir. Nøkur ungfólk komu fram á gólvið og fóru at dansa ymsar arabiskar fólkadansir. Veipaðu við ørmum, og ringdu mjadnarnar. Løtt á føti og snúðu sær, so ein skuldi hildið, at tey gjørdust í ørviti. Men ikki bilti. Og alla tíðina sang ungi maðurin í leðurjakkanum langan, drynjandi og einstónandi afturvið. Undraðist viðhvørt á, hvussu tey funnu nakað stev til tónleikin. Men ikki bilti. Tað lá bara rættliga væl fyri. Tað stendur einki um tað í Fyrstu Mósebók, men ivaleyst hava gestir Abrahams eisini verið stuttleikaðir við slíkum undirhaldi, hóast musikinstrumentini hava verið heldur primitivari. So eru knappliga øll burtur. Men tað er heilt skjótt, at ein ung kvinna við onkrum løttum ljósareyðum flákrandi uttan yvir sær, kemur í tjalddyrnar, og tónleikurin tekur at spæla. Í hesum mansdomineraða veitslulagnum er knappliga ein hálvnakin kvinna einsamøll á gólvinum, meðan øll eygu eru vend móti henni. Hon lyftir akslarnar eitt sindur, spískar varrarnar og ristir mjadnarnar, sum hava ivaleyst av fóðring, so tað sæst væl, tá tær verða ristar. So byrjar hon at dansa. Ein fremmandan dans, sum ikki er vanligur norðuri á okkara leiðum. Í hvussu er ikki í teimum dansifeløgum, eg havi upplivað í Føroyum. Hugurin rennur aftur til søguna hjá Markusi um føðingardagin hjá Heródesi Antipas. Heródes lá til borðs á Makærus borgini, hagar hann var flýddur saman við elskarinnuni, konu beiggjans. Hann var ræddur fyri, hvat fyrrverandi verfaðirin, ein forsmáddur arabarakongur úr oyðimørkini, kundi fara at finna uppá. Tí var hann flýddur og hevði gyrt seg inni í hesi óhugnaligu borgini, har ein dómadagsprædikantur, nevndur Jóhannes, sat fongslaður í onkrum kjallara. Og Saloma dansaði fyri Heródesi og gestum hansara. Hon var yngri, enn hendan nútímans leiksystir hennara eftir øllum at døma er. Men dansurin kann væl hava verið tann sami. Okkara Saloma ringir seg eftir gólvinum. Viðhvørt tykist, sum hon einki hugsar um tónleikin. Tað sær í hvussu er ikki út til, at hon dansar eftir honum. Nærkast monnunum viðhvørt og er so mitt á gólvinum aftur. Aftur og fram. Einstáttað men hugtakandi kortini. Og tankarnir leita aftur til frágreiðing Markusar, meðan tú situr líkasum og bíðar eftir, at ein tænari fer at koma við einum høvdi á einum fati. Í staðin kemur okkara Saloma yvir móti mær og rættir armin út. Býður upp at dansa. Ups! Her er einki at gera annað enn at fara upp á gólv, hóast hetta ikki verður Seyðamaðurin á Sondum ella nakað sum líkist, ið nú verður byrjað. Spælimenninir tríva í aftur sínar hvínandi tónar, og Saloma ristir og ringlar við kroppinum, meðan eg, ólukkudýrið, standi har sum ein onnur saltsúla. Men illanstíð skulu ferðafelagarnir hava tað at flenna at, so eg geri nøkur sprell. Havi einaferð lært nøkur skotsk dansistig, og tey royni eg so her á tjaldgólvi Abrahams einastaðni úti í myrku, egyptisku oyðimørkini. Men ikki man hava verið so galið kortini. Klappað varð, og eg slapp heilur aftur í bussin. Vð høvdi og øllum. Klárur at fara eftir nýggjum ævintýrum dagin eftir. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Sigurd Berghamar 90 ár Í gjár fylti Sigurd Berghamar í Havn 90 ár. Hóast hann er føddur í Havn og hevur búð í Havn meginpartin av lívinum, roknar hann seg sum klaksvíking og heldur enn við KÍ Trý ára gamal flutti Sigurd við foreldrunum til Klaksvíkar, har hann vaks upp. 21 ára gamal fór hann aftur til Havnar, har hann gjørdist skrivstovumaður burtuav. Í Sjóvinnubankanum var hann eitt skeið, men tá Esmar Fuglø fór at selja olju, fór Sigurd í starv hjá honum á tí felagnum, sum seinni bleiv til Esso og nú Statoil. Arbeiðið á oljusøluni gjørdist hansara lívsstarv. Sigurd giftist í 1938 við Onnu Katrinu Hansen, nevnd Tinna, av Toftum. Tey fingu fýra børn. Elst er dóttirin Gunnvør, síðan Øssur, Rúna og Erla. Systrarnar búgva allar tríggjar í Havn, meðan Øssur býr í Keypmannahavn. Sigurd Berghamar er eisini kendur sum rithøvundur og skald. Hann hevur skrivað tvær bøkur. Fyrst Biblíuorðabókina og síðan bókina >>Men Guð gav vøkst<<, sum er um søguna hjá Brøðrasamkomuni í Føroyum. Umframt hevur hann yrkt og umsett fleiri sálmar og sangir. Nakrir eru at finna í Sangbók Guðs fólks hjá Brøðrasamkomuni. Umframt eina rúgvu av veitslusangum og tílíkum. Sigurd Berghamar hevur eisini verið nógv brúktur sum rættlesari. Í tí sambandi kann nevnast, at eitt av teimum størru arbeiðunum á tí økinum, hann var við til, var at rættlesa fyrstu føroysku bíbliutýðingina, sum kom út í 1947. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Ætlar at hjálpa teimum sum mistu hús og heim í kreppuni Eftir nýggjár fer Miðflokkurin at leggja uppskot fyri tingið um at hjálpa teimum, sum mistu húsini í kreppuárunum fyrst í nítiárunum Nú skulu tey, sum komu í fíggjarligt óføri í kreppuárunum fyrst í nítiárunum, hava fíggjarliga hjálp, fyri at sleppa undan skuldini. Tað heldur í hvussu so er Miðflokkurin. Jenis av Rana, sum er løgtingsmaður fyri Miðflokkin, fer stutt eftir nýggjár at leggja uppskot fyri tingið um at hjálpa teimum, sum komu illa fyri í kreppuni. Tað verið nógv tað lættasta at gjørt eitt uppskot um at áleggja landsstýrinum at gera ein slíka lóg. Men vit hava alt ov nógv dømi um, at slík uppskot, koma ikki longur enn í eina skuffu í Tinganesi og harð verða tey so súltað og koma ongantíð longri. Løgtingsmaðurin sigur, at tí ætlar hann at smíða eitt fullfíggjað lógaruppskot, sum so verður lagt fyri tingið. Hann sigur, at uppskotið er ikki endaliga orðað, men sjálv beinagrindin er formað. Uppskotið kemur helst at miða ímóti, at tey skulu fáa hjálp, sum hava eina negativa eginogn á ognaruppgerðini, og at hendan negativa eginogn kann sigast at vera ein avleiðing av húsagangi undir kreppuni. Tað vil siga, at tey, skulu fáa hjálp, sum vórðu harðast rakt av, at virðini á sethúsum vórðu skrivað niður í helvt eftir einari nátt. Hetta vóru fólk, sum ikki megnaðu at sita í húsunum, men mátti lata bankanum lyklarnar. Tey komu sostatt at vera fyri teirri vanlagnu, at tey bygdu hús fyri dagsprís undan kreppuni, men at húsini so vórðu seld aftur á tvingsilssølu fyri dagsprís undir kreppuni. Jenis av Rana sigur, at hesi fólkini komu í allarflestu førum at sita eftir við eini skuld til bankarnar uppá nakrar hundrað túsund krónur. Men Bankin heldur framvegis fast við kravið, ella partar av tí. Sostatt noyðast summi av hesum fólkum at leiga fyri opkursprís, meðan tey harafturat noyðast stríðast við eina gamla skuld, sum onki virði er aftanfyri. Onnur royna at flýggja undan skuldini á ymsan hátt, men tey vita, at neyvan nakrantíð verða skuldarfrí. Uppaftur onnur rýmdu av landinum og hava fingið eina rímiliga tilveru uttanlands. Men tey vita, at tey kunnu ikki koma heimaftur, tí her stendur pantifútin og tekur ímóti teimum. Jenis av Rana sigur, at talan er eisini um at hjálpa teimum, sum máttu frysta skuldina niður, men sum verða fíggjarliga sperd, nú lánini skulu tiðnast upp aftur. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Sótu eftir við skuld uppá hálva millión Eini hjún betaltu 11.000 krónur um mánaðin í níggju ár, men stóðu eftir við stórari skuld tá ið avtornaði. Hevur bankin onga skyldu mótvegis hesum fólkum, spyr Jenis av Rana Uppá níggju ár, betaltu tey eina heila millión í rentum og avdráttum. Men kortini komu tey at standa eftir við eini skuld uppá eina hálva millión. Hetta er støðan hjá einum húskum í Havn. Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnu, fer Jenis av Rana, løgtingsmaður, nú at leggja uppskot fyri tingið um at hjálpa teimum, sum komu illa fyri í kreppuárunum Í hesum sambandi greiðir hann frá einum ítøkiligum dømi um, hvussu illa eitt húski kundi koma fyri í kreppuárini. Hetta veruliga dømi, er um eini hjún, sum bygdu hús miðskeðis í áttatiárunum. Tey skyldaðu umleið eina millión í húsunum. Og hvønn mánaða í níggju ár gjalda tey umleið 11.000 krónur um mánaðin. Hesi níggju árini hava tey sostatt goldið eina heila millión í rentum og avdráttum. Men hóast tey hava goldið so nógv, minkaði skuldin bara góðar 100.000 krónur øll hesi árini. Í 1993 missa bæði maður og kona arbeiðið og avleiðingin er, at tey eru ikki før fyri at gjalda rentur og avdrátt í næstan eitt ár. Rentan av hesum er so mikið høg, at bara hetta eina árið, missa tey so at siga alt, sum tey hava goldið øll hini níggju árini. Avleiðingin er, at bankin setur krav fram um at fáa gjaldið, ella lyklarnar til húsini... Jenis av Rana sigur, at hesin sami bankin hevur fingið einar tríggjar milliardir frá Føroya fólki og frá danska landskassanum. Hetta var peningur, sum bankin júst fekk til at seta av ímóti slíkum tapum. Men, hvat ger bankin í hesum førum? Hann selir húsini fyri 500.000 krónur. Sostatt komu hesi hjúnini at standa eftir við eini skuld uppá hálva millión, sum tey verða noydd at gjalda av, hvønn einasta mánaða. Jenis av Rana spyr, um bankin ongar skyldur hevur mótvegis fólkum sum hesum. Hann sigur, at Miðflokkurin hevur ikki endaliga orðað uppskotið um, hvussu hesi fólkini, skulu hjálpast - um tað skal verða banlin, sum avskrivar skuld, ella um tað skal verða landskassin, sum hjálpir beinleiðis. Men hann heldur, at tað kann koma út uppá eitt, tí landskassin, og sostatt Føroya fólk, eigur bankan. So tað kann gera tað sama, hvussu hjálpin verður latin. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Jólahugni í Vági Tey,sum hava koyrt ígjøgnum Vág hesa seinastu tíðina uppundir jól, hava lagt til merkis, hvussu ómetaliga hugnaligt miðbýurin er pyntaður. Ikki minst økið uppi við minnisvarðan mitt í bygdini, hevur sett sín serliga jóladám á Vágsbygd hesa tíðina. Tað er Herman Chirstiansen, arbeiðsformaður hjá kommununi, sum hevur gjørt bæði reinsdjórið, "gleðilig jól" og hitt jólapyntið. Tað er gjørt burturúr stáli, sum hann hevur boygt og so eru perur settar uppí. Herman sigur, at bestu lønina, hann hevur fingið fyri hetta, tað er, at so nógv fólk hava tosað við hann um, hvussu vakurt og hugnaligt, tey halda, at hetta er, ikki minst børnini og tað gleðir hann sera nógv, sigur hann. Vágbingar siga eisini, at tað hevur nógv fólk verið norðan av oyggj í Vági, sum fyrst og fremst eru komin at hyggja eftir jólapyntinum í miðbýnum. Hann sigur, at næsta ár er ætlanin at gera enn meiri burturúr. Hann hevur eina ætlan, men vil ikki avdkúka hana enn, tí tað skal helst vera eitt sindur spennandi. Men hann sigur, at tað skal farast fram við varsemi fyri ikki at gera ov nógv av, tí so kann økið blíva yvirpyntað og oyðilagt. So tað, sum hann ætlar til næsta er, at leggja eitt sindur afturat og so at pynta meiri eftir vegnum o.s.fr. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Hetta árið royndust verri enn í fjør Fiskiskapurin hevur verið betri, men prísurin hevur verið verri. Og oljan hevur verið tvær ferðir so dýr í ár, sum hon var í fjør. Árið í ár royndust ikki heilt so væl hjá gomlu kubatrolarunum, sum árið í fjør. Olaf Olsen reiðari á teimum átta kubatrolarunum, sum partrola, sigur, at sum heild hevur fiskiskapurin í ár verið eitt lítið sindur frægari enn í fjør. Men sjálvur hevur hann mest hug til at kalla hetta eitt miðalár hjá bátunum, tá ið hugsað verður um tey seinastu 20 árini. Sostatt hava teir í ár fiskað ímillum 9.000 og 10.000 tons, og tilsamans vórðu tey avreidd fyri 70 milliónir krónur. Men kortini er fíggjarliga úrslitið í ár ikki so gott, sum tað var í fjør. Og tað eru tað tvinnandar grundir til. Í fyrra lagi hevur oljan verið tvær ferðir so dýr í ár í miðal, sum hon var í fjør, og tað ger fígjarliga úrslitið einar 4-5 milliónir verri, enn tað annars hevði verið, um oljan ikki var dýrkað so nógv, sigur Olaf Olsen. Í øðrum lagi er prísurin á upsa sum heild eitt sindur verri í ár, enn hann var í fjør. Í ár hevur miðalprísurin verið slakar fimm krónur. Og tá ið 80% av tí, sum bátarnir fiska, er upsi, er tað skilligt, at tað sæst aftur í fíggjarliga úrslitinum. Hetta merkir, at upsin blívur við at vera ein bíligur fiskur, hóast eftirspurningurin eftir fiski sum heild er vaksin nógv, og prísirnir eisini eru hækkaðir. Eitt nú heldur Olaf Olsen, at óttin í Evropa fyri salmonellu og neytaøði hava givið bæði eftirspurninginum og prísinum eitt skump uppeftir, men upsin fylgir altso ikki við. Trupult at endurnýggja Kubatrolararnir eru nú rættiliga gamlir. Teir vórðu bygdir í 1970, men vóru nýístandgjørdir , allir sum teir vóru, seinast í sjeytiárunum. Sostatt eru teir rættiliga gamlir nú, og Olaf Olsen sigur, at tað hevði verið rætt at skift teir út. Men tað dugir hann ikki at síggja nakrar møguleikar til, sum støðan er nú. Í løtuni er tað trupult at fáa gomul skip at mala runt. Enn verri er tað at fáa nýggj skip av mala runt. So tað verður valla hugsingur um at skifta út í løtuni. Olaf Olsen sigur, at tað man valla vera nakað av teimum nýggjaru skipunum, sum klárar at forrenta tað, tey áttu at forrenta eftir tí, tey kostaðu at byggja. Tey flestu eru avskrivað og farin at heysin, summi meiri enn eina ferð, og tað ger, at tey eru lutfalsliga bílig. Men at byggja nýtt, verður trupult. Hann sigur, at fer politiski myndugleikin at gera eftir tilmælinum frá Búskaparráðnum um at krevja avgjald fyri at sleppa at fiska, so fer tað at gera støðuna enn truplari. ODDAGREIN: Jól Luk 2, 1-14 Táið eitt menniskja liggur sjúkt, og sjúkan hóast alt, hvat læknarnir gera, verður verri og verri, til tað at endanum tykist øllum greitt, at nú stundar tað móti deyðanum, og tað so álíkavæl hendir, at sjúklingurin knappliga fer at batna, so plagdu teir lærdu at siga, at nú var kreppan yvirstaðin. Jólini eru kreppan í árinum. Síðani 21. juni, táið nátt og dagur tóktust okkum líka, hevur tað gingið aftur á hondina við degnum líka til 21. desember, har ein illveðursdag náttin hevur so nógv vald hjá okkum, at ljós má brenna allan dagin. Men so fer tað aftur at lýsna, og alt á foldum fer at gleða seg til sól og summarhita. Jólini eru kreppan í verðaldarsøguni. Jesu føðing ella fylling tíðarinnar, sum Paulus so rámandi kallar hendingina, er tann miðdepilin í verðaldarsøguni, sum alt snýr seg um. Størsti parturin av heiminum býtur tíðina sundur í tíðarskeiðini undan og eftir føðing Krists. Ei undur í. Mannættin var smokkað so djúpt niður í myrkur vónloysins og syndarinnar, og ótti nívdi henni, so eingin visti sær bjarging, men tá var tað ljósið tendrað, sum skeint yvir allan heimin til at lýsa fyri teimum, sum situr í dali deyðaskuggans og myrkurs. Tá ljóðaði tað til seyðamenninar: Óttist ikki, tí tykkum er í dag ein frelsari føddur. Jólini kunnu eisini verða ein kreppa fyri tað einstaka mannahjarta. Ert tú sokkin so djúpt í synd, sorg og deyðaangist, sum nakað menniskja kann søkka, har tú ert komin á botn og hevur lært at kenna ta djúpu neyð, har tú ikki kanst hóma ein einasta sólargeisla, - hoyr tí, hvussu jólaklokkan kimar fyri fylling tíðarinnar, tær til sálarbót. Hátíðin fyri føðing Krists kann eisini gerast tann stóra broytingin í lívi tínum, so at tú mitt í bølamyrkrinum kann hóma ljósið av himni. Á hesi stóru hátíð ársins, søgurnar og lívsins, møta vit tveimum kongum: Augustus keisara í Róm og hinum Harra Jesu Kristi í Dávids staði. Augustus situr á trúnu síni í glæstriborgni í Róm. Vit kenna andlit hansara av standmyndum frá samtíðini: eitt vakurt sterkt andlit, ið sýnir okkum ein mann við sterkum vilja, ein mann, sum er vanur at sigra og sum ikki letur seg boyggja, hvørki av vinum ella fíggindum. Augustus var heimsins mætasti maður. Hann var tilbiðin eins og gudur, og orð hansara var lóg. Hann sendi júst tá boð út um, at allur heimurin skuldi skrivast í manntal, men hann visti einki um tað barnið, sum júst tá var borið í heim, men vit høvdu vitað lítið meira um Augustus í dag, enn vit vita um hinar rómversku keisararnar, um ikki hetta barnið var føtt, meðan hann var keisari. Hetta lítla barnið er hin kongurin, sum skuldi gerast so nógv meira kendur enn Augustus. Hvussu Jesus hevur sæð út vita vit ikki. Men sambært Jesaia profet, so skal hann ikki hava verið glæsiligur á at líta, so vit vegna útsjónd hans kunnu finna hugna í honum. Men vita vit einki um útsjónd hansara, so vita vit so mikið meira um lív hansara og virki, um lyndi hansara og vilja. Hann var spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta. Hann gjørdi ikki synd, og svik var ikki funnið í munni hans. Hann hjálpti øllum, sum heittu á hann, og hann lærdi okkum, at alt tað vit vilja, at menniskju skulu gera móti okkum, tað skulu vit eisini gera móti teimum. Hann hin reini og syndafríi doyði fyri tínar syndir. Kreppa ella ikki, so kunnu jólini verða tey kyrrindi í lívi tínum, har rákið vendir hart frá vandasjógvi móti heimastrond. Gævi so var hjá øllum, ið hetta lesa og bert kenna heimsins kong, so fáa vit øll eini gleðilig jól. Frits Johannesen - frits.johannesen@privat.dk At syngja Messias í Christianskrikjuni í Strandgade At vera ættaður av Bakkanum í Fuglafirði, uppvaksin millum saltfisk á Stórhúsið, undir Luftbrúnni á Stórubrúgv og nú vera við til at syngja Messias í Christianskirkjuni í Strandgade, er næstan sum hjá gamla Simeon í templinum, tá ið hann sá Jesusbarnið... at eg havi sæð frelsuna, hugleiðir Frits Johannesen úr Fuglafirði Hugsa tær, undir tróðrinum í hesum sjaldsama húsi hevur Grundtvig gamli sjálvur prædika. Kirkjan varð bygd í árunum 1754 til 1759 og Grundtvig prædikaði her frá 1832 - 1839. Händel livdi frá 1685 til 1759. Messia smíðaði hann í 1741 í 24 dagar. Umstøðurnar undir hesum bitum í hesi kirkju skuldu verið góðar at sungið hetta verk í. Kirkjan er bygd sum ein teaturkirkja. Upp við veggirnar eru klivar, sum fólk (hópar, familja) kunnu sita í og vera fyri seg sjálvan, og ikki at gloyma tey kongaligu, tey høvdu(hava) sín kova at sita í. Kirkjurúmið er fýrkantað, og síggjast fólk sita allastaðni - hanga sum krókur og likkja við hjalsrimar upp eftir veggunum. Tritonuskórið er kórið hjá John Høybye. Hetta er sera gott kór, sum hevur gott orð á sær. Hevur verið víða - vitjað í Kina, Amerika og fleiri ferðir í Føroyum, vunnið sangkappingar á altjóða støði og havt óteljandi konsertir t.d. í Keypmannahavn. Tú hevur sitið við Gamaleias føtur og sungið hetta fjálga stykki undir hansara hond og vóru vit trý úr Fuglafirði, sum sungu við í hesum kóri leygardagin 9. og sunnudagin 10. Des. Hoyrdi ein dagin, at tað vóru 21 framførslur av Messia í Keypmannahavn til jóla, so spurningur er hja fólki, hvat kór tey skulu fara at lurta eftir. Í Kristjanskirkjuni varð, sum sagt, Messia settur á breddan tvær reisur. Útselt varð til báðar konsertirnar. Opnar tú lurtitólið ella sjónvarpið móti jólum hoyrist eisini Messias runga frá hesum miðlum víða um. Fyrstu ferð eg hoyrdi Messia, var eitt kavakvøld upp undir jól 1956 á Bakkanum í Fuglafirði frá BBC. Tá stóð Luftbrúgvin uppi hjá Gamla Sámal Peturi, og her undir plagdu gørn og trossar hanga frá sildatíðini. `Ut ímillum hesi tjøld kom ljóðið av hesum oratorium. "Troysta fólk mítt, troysta tað," sigur Gud tykkara. Trossar og gørn vóru frostbitin, og niðast við lá kavin og goymdi seg inn ímillum henda vevna av barkaðum gørnum og sildatrossum. Ariur og kór komu út ímillum stívfrosnar grastrossar, og gørnini livdu í vetrarvindinum ..... Fyrsta kórið var so rungandi... And the Glory of the Lord shall be revealed.... Men nú vart tú úti í Kristjanskirkjuni á Kristjanshavn, og ikki á Kolbrúnni, men ikki fekst tú slept hesum enda. Øll tann mannamúgva, sum plagdi at vera á Kolbrúnni, tá ið skipini komu undan Íslandi ella Grønlandi, ella tá ið Havhestur, Tjaldrið, Kataritiza og Barjama løgdu til..... mannamúgvan sang so tað gnelti í: For unto us a Child is born .. Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin ... John Høybye stóð á brúgvarendanum saman við Gekkinum ( Joen Jakku hjá Mikkjals Jáku) og stýrdi øllum. Tú skuldi hava skil á mongum endum og trossum, sum fuku um oyruni á fólki... unto us a Son is given. Kolbrúgvin stunaði undir allari mannamúgvuni. Sterk var hon eins og Tempul Jerusalems.... And his name shall be called: Wonderfull, Counsellor, The Mighty God, the everlasting father, the Prince of Peace!...... Gørnini, trossarnir, Luftbrúgvin, mannamúgvan tirptist í Bethlehems gøtum. Fólk lógu í gluggum, sótu uppi á tekjunum og hoyrdu sangin og undraðust..... For unto us a Child is born, .... Men, men tú vart í Christjanskirkjuni á Kristjanshavn... men andin, hann var á Bakkanum í Fuglafirði. Óvitarnir sótu uppi á Luftbrúnni, hugdu og lýddu á.... Út úr Stórhúsum ... út eftir Luftbrúnni kom ein eingil: Óttist ikki, sí eg kunngeri tykkum eini gleðiboð. Hann skein sum bjartasta sól á hásumri.. Hetta var eitt resitativ. Mannamúgvan vendi sær á. Hugdu upp á Luftbrúnna, sóu eingilin og ljósið, sum skygdi í trossum og gørnum. Kórið sang: Glory to God... Æraður verið Gud í tí hægsta...Tú sat í vindeygakarminum Norðuri í Búi á Bakkanum í Fuglafirði eitt seint vetrarkvøld upp undir jól við kavafólvi um tindar, skorðar, garðalið, bø og ong... lýddi á Messias frá BBC og hugdi oman á Kolbrúnna. Kórið sang : Lift up your heads, O ye gates; Hevjið tykkara høvur, borglið! Reisist tit avgomlu portur, at dýrdarinnar kongur kann koma!.... Who is the King of Glory?..... Var tað Gekkurin ella John Høybye? Tað kundi tað verið , tí báðir hava gjørt eitt gott arbeiði. Gekkurin var ein skilamaður, og tað er John Høybye eisini... nei, The Lord of Hosts, He is the king of glory. Harri herskaranna. Hann er tað, ið er dýrdar kongur! Hetta sást tú niðri á Kolbrúnni og hoyrdi tónleikin frá BBC upp undir jól 1956. Jólaskipið Tjaldrið var komið og hevði jólatrø á mastratoppunum. Hetta var sera forkunnugt, meðan tú lurtaði eftir Messias at síggja hetta. Og hetta var fyrstu ferð á ævi tíni, at tú sást hesa sjón. Ilt er at siga, hvat er vakrast í Messia. Eg dugi ikki at taka dagar ímillum partarnar, tá ið um tónleikin ræður, men ... knappliga skar mannamúgvan á Brúnni í at syngja: The Lord gave the word.... Harrin læt sítt orð ljóða, stórur var profetanna skarði. Tað var rytmiskt fast. Brúgvin livdi. Øll sum vóru á brúnni kendu skriftina. Summum dámdu betur Gamla testamentið og vóru ikki komin út í Nýggja testamentið, men so vóru tað tey, sum líkaðu betur Nýggju pakt, ja og so vóru tað tey, sum vóru eins stinn í báðum pørtum. Tey sungu um tað sama og hugsaðu bara um gleðina .. dandagadandaga danda.... Mong av teimum, sum stóðu á Brúnni hetta kvøldið, liggja nú undir grønu torvu.... Men hetta kvøldið 10. des ár 2000 vart tú í Kristjankirkjuni úti á Kristjanshavn. Her sótu danir, sviar og amerikumenn. Sigast má, at summi vóru komin langa leið at síggja barnið í krubbuni. Soleiðis eigur tað at vera, og vit trý úr Fuglafirði royndu okkara besta. John Høybye ættleiddi kór og orkestur við sínum taktstokki út í hetta rúmliga verk av himmalskum anda. Taktstokkin hevur Arnfinnur Olsen, listasmiður tilevnað úr hvalabeini. Hetta var gáva frá Fuglafjarðar sang- og gentukórið seinast hann var í Fuglafirði. Kanska er beinið av hvali, sum er skorin upp á Stórubrúgv í sínari tíð... og glitraði taktstokkurin, tá ið hann stóð á Luftbrúnni og orkestrið legði fyri við Halleluja og skóru øll út í at syngja: Halleluja! Halleluja! Harrin Guð vár tann almáttugi hevur tikið valdið. Veraldarharradømi er nú Harrans og salvaðu hansara, og hann skal verða kongur um aldur og allar ævir, kongur konganna, harri harrana. Halleluja! Togendar, trossar og gørn skulvu undir hesum fragdarlagi. Undir Brúnni lá ein æðublikur og blundaði og frøddist yvir hetta ljóðið. Mannamúgvan reistist úr sati í Kristjanskirkjuni á Kristjans- havn og klappaðu. John Høybye stóð á Luftbrúnni bukkaði og helt varisliga um taktstokkin, tí tað er bara ein av hesum slag i heiminum,..... og um hundrað ár fer hann at hava fleiri túsund krónur í virði. Men her í andans húsi, har sum Grundtvig hevur gingið, hevur hann eitt mál, at leiða kór og orkestur inn á røtt spor og greiða teimum ferðina, taktina, og fraseringina í tónamálinum, sum er í orðunum og tónleikinum. Sinnisliga, stillisliga, livandi syngur sopranin: I know that my Redeemer liveth.... Men eg veit, at loysnari mín livir... Eg var blivin so troyttur at stara oman á Stórubrúgv, setti meg undir lurtitólið og lýddi á... Eg veit, at mín loysnari livir, og hann á ytsta degi skal trína fram á jørðini....... Linkaði og sovnaði fram á borðið í køkinum. Flykrunar duttu av himni... gjøgnum kavaflykrurnar sást tú fólkið á Stórubrúgv syngja: But thanks be to God..... Men takk fái Gud, sum givið hevur okkum sigurin við Harra Jesusi Kristus várum. John Høybye lyfti taktstokkinum, og so sungu vit Amen. Gekkurin stóð við hansara lið og turkaði síni tár av kinnklovunum, ein gamal sjómaður, sum mangan brattan hevði farið sá.... sá inn í dýrdina við fasta taktslagnum frá John Høybye..... men tú vart á Kristjanshavn í hesi sjaldsomu kirkju, men samtíðis vart tú í køkinum í barnadómsheiminum á Bakkanum, sá oman á Stórubrúgv og hoyrdi Messias frá BBC. Tað síðsta tú hómaði var, at Gekkurin bjóðaði John Høybye til gott kaffi.... teir fóru heim eftir vegnum og hvurvu ímillum flykrur og í mannamúgvuni.. Jan Müller - jan@sosialurin.fo Føroyskir sjónleikarar sera góð ummæli í Danmark Sjónleikurin Don Juan fra Tranhuset, sum í síðstu viku varð frumframførdur á Odense leikhúsi hevur fingið sera góð ummæli í donskum bløðum Tað eru føroysku sjónleikararnir Marita Dalsgaard og Gunnvá Zachariassen, ið saman við tí donsku Christine Albeck hava gjørt stuttsøguna, Don Juan fra Tranhuset, hjá William Heinesen til sjónleik. Marita og Christina eru útbúgvnar á sjónleikaraskúlanum í Odense, meðan Gunnvá er útbúgvin á Statens teaterskole í Keypmannahavn. Rektarin á sjónleikaraskúlanum við almenna leikhúsið í Odense, Lane Lind, hevur verið ráðgevi hjá teimum trimum ungu leikarunum, og leikurin sjálvur verður framførdur á Raffinaderiet, ein lítil leikpallur, ið er partur av Odense Teater. Danska tónaskaldið Nicolas Kongo hevur gjørt tónleikin til leikin um tann unga og loyndarfulla mannin av Malta, ið ein dag í 1893 skipbrotin kemur á land í Tórshavn. Tær trýggjar Marita, Gunnvá og Christine framføra leikin á palli. Donsk bløð hava sum nevnt bert rósandi orð um leikin og framførsluna sum heild. Ikki ein atfinning hevur verið at sæð í bløðunum, ið annars hava sýnt leikinum stóran ans. Leikurin fær soleiðis heilar fýra av seks møguligum stjørnum frá Ekstrabladet, ið m.a. skrivar: Jyllandsposten er eisini sera rósandi í sínum ummæli av leikinum og sigur m.a.: Í Fyns Stiftstidende, ið eisini er sera positivt í sínum ummæli, endar ummælararin Jørgen Aagaard ummæli sítt soleiðis: Eisini stóra blaðið Politikken, hevur givið leikinum ser góð ummæli. Børn og fiskur Týsdagin 28-11-00 var áhugaverdur fyrilestur á Hotel Hafnia, sum Granskingardepilin fyri økismenning og Fiskivinnuskúlin í Vestmanna skipaðu fyri Týsdagin 28. november var áhugaverdur fyrilestur á Hotel Hafnia, sum Granskingardepilin fyri økismenning og Fiskivinnuskúlin í Vestmanna skipaðu fyri, skrivar Vinnuhúsið. Norðmaðurin Arne Tunheim greiddi áhoyrarunum frá áhugaverdu verkætlanini >>Fisken, båten og havet<<, sum skúlarnir, kommunurnar og fiskivinnan í Ålesundøkinum standa fyri. Verkætlanin hevur til endamáls at læra børn og ung, sum ganga í skúla hvat, sum rørir seg í fiski- og alivinnuni á sjógvi og á landi. Økingin tvífaldast Norski granskingarstovnurin SINTEF hevur í eini kanning fyrr í ár, víst á, at í 2030 verða inntøkurnar frá norsku fiskivinnuni dubult so stórar sum inntøkurnar frá norsku oljuvinnuni eru í dag. Henda niðurstøða frá SINTEF hevur verið við til at styrkt tilvitanina millum norskar politikkarar, vinnu og fólk flest um týdningin av rekruttering av væl útbúgnum fólki til fiski- og alivinnuna. Boðskapurin hjá Arna Tunheim er greiður, hann sigur at skulu virðini, sum SINTEF spáar liggja í fiski- og alivinnuni, koma til sættis í norska samfelagnum er neyðugt, at dentur verður lagdur á at vísa teimum, sum skjótt skulu velja hvørja útbúgving og lívsleið tey skulu taka, at í fiskivinnuni eru møguleikar. Norðmaðurin væntar, at búskaparligarligi vøksturin í fiski og alivinnuni fyrst og fremst fer at koma av tí at vinnan betri verður før fyri at gagnnýta tann partinum av tilfeinginum, sum ikki verður gagnnýtt í dag. Fyri at kunna gera hetta, er neyðugt við útbúgnum fólki innan búskap, biotøkni, marknaðarføring og so framvegis. Við at vísa skúlabørnum hvat fiskivinnan hevur at bjóða og geva teimum frálæru um vinnuna so vilja størri partur av teimum ungu velja sær lívsleið innan vinnuna. Tað vil við øðrum orðum siga, at rekrutteringin av arbeiðsfólki til fiski- og alivinnuna nú byrjar longu í barnaárunum. Hetta er allarhelst neyðugt tí børnini nútíðar samfelagnum eru fjar frá tí samfelagi famiijan livur av og í. Ein onnur týdningarmikil orsøk til at vísa ungdóminum fiski- og alivinnuna er at geva komandi ættarliðum vitan um fiski- og alivinnuna eisini teimum, sum ikki kundu hugsa sær at havt sítt framtíðar yrki innan vinnuna. Hetta tíð at tey sum framtíðarborgarar og starvsfólk í einum landi sum í stóran mun livir av fiski- og alivinnuna koma at skilja vinnuna og hvørji viðurskifti gera seg galdandi í henni. Í fjórða flokki Verkætlanin byrjar við børnum í fjórða flokki. Flokkurin ger avtalu við ein bát, sum tey samskifta við via satelitt einaferð um vikuna. Skiparin sigur børnum hvar hann er staddur, hvussu fiskiskapurin er, hvat fiska verður, hvønn prís tei vænta o.s.v. Børnini plotta upplýsingarnar um fiskileiðina inn í eitt kort sum hongur í skúlastovuni og hinar upplýsingarnar brúka børnini at rokna út hvat báturin fær burturúr túrinum ol. Í sætta flokki eru børnini í 2 vikur og arbeiða úti í fiski- og alivinnuni. Í samstarvi við skúlan hava virkini funni fram til arbeiðsuppgávur, sum børnini kunnu gera á virkjunum. Í áttinda flokki skriva børnini eina frágreiðing um vinnuvirksemi á staðnum og í tígginda flokki gera tey eina interaktiva framløgu av onkrum virki á staðnum. Frágreiðingarnar og fløgan við framløguni um vinnuna verða síðani brúkt sum undirvísingartilfar til komandi flokkar. Eftir fyrilesturin týsdagin tók Føroya Ráfiskakeyparafelag stig til at skipa fyri einum fundi har íverksetan av líknandi verkætlan her í Føroyum verður á skránni. Í næstum verður fundur millum umboð fyri Føroya Ráfiskakeyparafelag, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Reiðarafelag, Arbeiðarafeløgini og Undirvísingar og Mentamálastýrið, skrivar Vinnuhúsið. Kurvabóltskapping Kurvabóltsfelagi Hamar fer nú aftur at stíla fyri kapping, av tíð at Hamar er tað einasta kurvabóltsliði í Føroyum verður kappingin stíla sum innandurakappingarnar í fótbólti. vit hava 5 ársbólkar teir eru: Gentur 14 ár, Kvinnur, Dreingur 14 ár, Dreingir 17 ár, Menn. og so fara vit at hava eina skotkapping fyri teir eldru leikaranar. kappingin verður spald 2 ferðir 4 minuttir í bólkinum og so verður spalt um gull og silvur, nr. 3 fær bronze. í skotkappingini verður tað Mix so at bæði kvinnur og menn spæla í senn men kvinnurnar hava handikap so at tær skjóta frá straffikast linjuni ímeðan menninir skjóta frá 3 poeng linjuni. Um hettar hevur áhuga so kunnu tit ringja á tlf: 224554 og tosa við Kenneth Ein gluggi út í heimin Føroyar hava nú fingið sítt fyrsta portur út í heim á internetinum. Tað er teldufyritøkan VIT sp/f sum hevur gjørt ein sonevndan portal, sum er ætlaður útlendingum, sum vilja finna upplýsingar um Føroyar á internetinum. VIT hevur frammanundan føroyska portalin in.fo, og faroeweb.com byggir á somu tøkni sum in.fo. Portalurin er lættur at brúka, bæði hjá teimum sum leita, og hjá teimum sum vilja verða funnin. Umframt at vera yvirlit yvir føroyskar heimasíður, sum venda sær út um landoddarnar, hevur faroeweb.com eisini tíðindi úr Føroyum á enskum. Vit halda, at eitt slíkt føroyskt portur á netinum hevur manglað. Eitt samlað yvirlit yvir føroyskar heimasíður, sum venda sær út í heimin, lættir um hjá brúkarunum. Og at áhugi er fyri síðuni, og ensku tíðindunum úr Føroyum, bera vitjanirnar á síðuni eisini boð um, sigur Óli Olsen, stjóri í VIT í tíðindaskrivi. Óli P. Gleðilig jól Hósdagur 28. des. 2000 Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Gott ár hjá fiskimonnum Í frágreiðingini til ársfundin hjá Føroya Fiskimannafelag, sum verður í morgin, fegnast formaðurin um, at árið í ár hevur roynst væl hjá nógvum fiskimonnum Ársfundur Tað eru serliga teir góðu fiskaprísirnir, sum hava gjørt árið gott hjá føroysku fiskimonnunum, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelg í niðurstøðuni til árfrágreiðingina, hann fer at leggja fram í morgin. Flestu skipabólkarnir hava ein hampiliga fittan inntøkuvøkstur. Tó er ein bólkur, sum stendur í stað, meðan ein hevur væl minni inntøku enn í fjør. Størsta vøksturin í inntøku pr. dag hava manningarnar á nótaskipunum, sum hava ein vøkstur upp á 21% í mun til fjør, meðan ísfiskalínuskipini hava eina lækking upp á 19% í inntøkuni pr. dag. Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, sigur í viðmerking, at tað kemst av, at nú er fiskiskapurin normaliseraður aftur, eftir at hann seinnu árini hevur verið óvanliga góður. Hinvegin eru sera høgu prísirnir orsøkin til, at línuskipini hava hildið hesa inntøkuna. Upp og niður Óli Jacobsen vísir á, at í mun til 1991 tvífaldaðust inntøkurnar hjá manningum á línuskipunum í 1998, meðan tær eru lækkaðar eitt sindur aftur nú. Men samstundis er vert at leggja merki til, at inntøkan í dag er reinur fiskipartur at kalla, meðan nógv størri partur fyrr var tilskot so sum minstaløn og dagstudningur umframt frítíðarløn. Tá ringast stóð til - í 1993 - var næstan helvtin av inntøkuni minstaløn og studningur, meðan sjálvur fiskiparturin í dag er 90% av inntøkuni. Av hinum skipabólkunum eru tað bara rækjuskipini, sum ikki hava havt inntøkuvøkstur í mun til í fjør. Hjá teimum er støðan óbroytt. Inntøkan pr. dag er eina krónu hægri, enn hon var í 1999. Í ársfrágreiðingini verður sagt, at Fiskimannafelagið er errið av sínum hagtølum. Bæði tað, at tey vísa eina hugaliga, fíggjarliga gongd fyri limirnar. Men eisini tað, at tey verða brúkt av øðrum. Tað hendir seg javnan, sigur ársfrágreiðingin, at áheitanir koma frá bæði almennum sum vinnuligum stovnum, sum vilja sleppa at nýta hagtølini til at gera gongdina í vinnuni upp. Mangan langt áðrenn tey almennu hagtølini fyriliggja. Men ikki er altíð, at tey verða nýtt, sum Fiskimannafelagið ætlar, hóast tey verða útflyggjað, sigur formaðurin í ársfrágreiðingini. Og so kemur hann við eini ákoyringa á fjølmiðlarnar, sum hann sigur beinleiðis misnýta hesi hagtøl. Ársfrágreiðingin sigur soleiðis: >> Vit hava eisini verið sera lagaligir at lata hagtøl frá okkum, m.a. tey tøl sum vísa gongdina hjá hvørjum einstøkum skipi. Men her mugu vit tátta í, tí tað hevur víst seg, at hesi hagtøl av fjølmiðlunum í stóran mun verða nýtt ímóti fiskimonnum á ein hátt, sum tá "fanin lesur Bíbliuna". Tí koma vit ikki framyvir at lata fjølmiðlunum hesi hagtøl, eins og vit tilskila á hagtølunum fyri tey einstøku skipini, at hetta er til innanhýsis nýtslu, sum tað ikki er loyvt at nýta alment. Men at nýta miðatøl er sjálvandi í lagi<<. Trygdin Vanliga er eitt ávíst tema á hvørjum landsfundi hjá Fiskimannafelagnum. Og í ár verður temaðið trygd og arbeiðsumhvørvi hjá fiskimonnum. Hetta er eitt evni, sum hevur verið frammi soleiðis av og á. Kanska serliga eftir at eitthvørt minni gott er hent, vísir Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, á. Seinast nakað var at frætta soleiðis um evnið, var herfyri, tá tað kom upp, at ein stórur partur av bjargingarbátunum umborð á skipunum ikki riggaði, sum teir skuldu. Slíkt er jú óhugnaligt at frætta, og verður eisini tikið í størsta álvara. Tað kann jú í ringasta føri gerast ein spurningur um lív ella deyða, sigur Óli Jacobsen. Við allari virðing fyri donsku myndugleikunum og teirra lógum og reglum, sigur Óli Jacobsen, at hann bara noyðist at ásanna, at eitt nú íslendingar eru langt framman fyri okkum á hesum øki. Og hann vísir á, at í Íslandi finst trupulleikin ikki, tí íslendingar hava uppfunnið eina skipan, sum ger, at gummibáturin verður skotin út frá skipinum, tá brúk er fyri honum. Hendan skipan er lógarásett at vera umborð á øllum íslendskum skipum. Og kanska hevði hon verið loysnin á hesum spurninginum, sigur formaður Fiskimannafelgsins millum annað í ársfrágreiðinini. Til at fáa vakt áhugan fyri málinum aftur, hevur Fiskimannafelagið fingið Torleiv Hoydal frá Søfartsstyrelsen og Eyðun Bert Jacobsen frá Sjóvinnufyrisitingini at koma á ársfundin í Norðurlandahúsinum í morgin at halda fyrilestrar um trygd og arbeiðsumhvørvi hjá fiskimonnum. Samstundis vónar formaðurin, at eitt orðaskifti kann fáast í lag um evnið millum teir báðar og teir fiskimenn, sum møta á fundinum við teira praktisku royndum. Sum vanligt hevur verið, er árfrágreiðingin frá formanni Føroya Fiskimannafelags givin út í hefti. Í ár er hon upp á 96 síður, har nógv ymisk mál verða viðgjørd. Aftalaga í heftinum er ein frágreiðing um stovnanina av felagnum fyri 90 árum síðan. Óli Peteren hevur gjørt flestu tekningarnar í heftinum. Ársfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag ár 2000 verður settur í Norðurlandahúsinum í morgin klokkan 10. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Kempa viltist upp á turt í Hvalba Ein stórur avgustur svam seg upp á land í Hvalba annan jólamorgun, men tað eydnasðist ikki at fáa hann útaftur Annan jóalmorgun svam ein stórur avgustur seg upp á sandinum í Nesi í Hvalba. Tað var í lýsingini annan jólamorgun, at hvalbingar varnaðust at hendan stóra kempan lá ov veltist í mølini, men tað var eyðsæð, at hon slapp ikki út aftur. Boð vórðu send eftir verjuskipinum Tjaldrinum og tað kom suður seinnapartin annan jóladag við Dorethu Bloch Danielsen, hvalaserfrøðingi og Justinus Olsen, djóralækna, í eini roynd av bjarga hvalinum. Tjaldrið royndi fleiri ferðir at seta enda á hvalin, men ann fór upp at berjast og endarnir gliðu av aftur. Sostatt var onki at gera og Tjaldrið gav skarvin yvir. Ímóti kvøldið var hvalurin viknaður nógv og tað var longi ímillum at hann blásti. Og seinni doyði hann. Doretha Bloch Danielsen sigur, at hesin avgusturin var um 15 metrar langur. Avgustar kunnu blíva rættiliga gamlir, teir kunnu blívah eilt upp í 90 ára gamlir. Doretha Bloch Danielsen sigur, at elsti avgusturin, sum hon hevur kannað, var 47 ára gamal. Tann, sum gjørdi landgongd í Hvalba, kann væl verða eini 40-50 ára gamal. Hon sigur, at orsøkin til, at teir soleiðis svimja upp á land, er, at teir villast. Teir kunna seg við einum slagi av sonar og tá ið botnurin skránar so líðani, rakar signalið ikki hvalin aftur. Tí heldur hann, at opið hav er fyri og varnast onki, fyrrenn ov seint er. Tað hendir ikki so sjálvdan, at avgustar villast á land. Doretha Bloch sigur, at tað hendir einar tríggjar ferðir um árið. Japanarar eta tvøstið á avgusti, mn tað hevur ikki verið etið í Føroyum, tað sigst, at tað er ov seigt og ov sterkt. Men japanesarar duga at gera tað til, so at teimum dámar tað væl. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Nýggjur trolari til Tvøroyrar N.J. Mortensen hevur keypt djúpvatnstrolara úr Íslandi. Hann skal eita Rasmus Effersøe Nú á døgum er tað ikki oftani, at tað koma nýggj skip í føroyska fiskiflotan. Fíggjarliga úrslitið av fiskiskapi er so mikið vánaligt, at næstan ongin hættar sær undir eina rættiliga endurnýgging. Men tað er ein sannroynd, at tað er eisini ein endurnýgging at skifta gomul skip út við nýggjari skip. Og nú, beint fyri jól, kom ein nýggjur trolari til landið. Tað er Niels J. Mortensen á Tvøroyri, sum nú hevur keypt trolara úr Íslandi. Talan er um tolaran Haukur, sum nú kemur undir føroyskt flagg. Hetta er ein gamal kenningur í Føroyum, tí hetta er Snoddið, sum toftamenn áttu í síni tíð. Í umleið 1990 varð hann seldur til Íslands, men nú er hann so keyptur aftur til Føroya. Haukur er djúpvatnstrolari og tað er júst hetta, sum hann skal brúkast til, nú hann er komin til Føroya. Gudmund Mortensen á Tvøroyri sigur, at nú Haukur er keyptur til Tvøroyrar, skal hann eita Rasmus Effersøe. Og tað er ikki av tilvild, tí hann skal koma í flotan fyri Rasmus Effersøe, sum N.J.Mortensen longu hevur, men sum nú verður lagdur. Enn er ikki gjørt av, um hann verður seldur, ella um roynt verður at finna aðrar útvgir fyri at varðveita hann í flotanum. Men fiskiloyvið er so farið til tann nýggja bátin. Nýggi Rasmus Effersøe er nú á Skipasmiðjuni á Skála, har botnurin verður sýnaður, áðrenn keypið er heilt endaligt. Men báturin er í góðum standi og roknað verður ikki við, at tað verður nakar trupulleiki. Ætlandi fer Rasmus Effersøe til fiskiskap um hálvan januar. Teir, sum mannaðu gamla Rasmus Effersøe flyta yvir á nýggja bátin. Og skipari verður Einar Hammer, sum hevur verið skipari á Rasmus Efferøe øll árini. Nýggjari og betri Gudmund Mortensen sigur, at hesin nýggi Rasmus Effersøe er munandi betri enn tann gamli. Fyri tað fyrsta er gamli Rasmus bygdur í 1963, og er sostatt 37 ára gamal. Hann varð upprunaliga bygdur til línuskip, men varð umbygdur til trolara og fekk stórar ábøtur í 1985. Nýggi Rasmus er bygdur í 1984 og er sostatt ikki meiri enn 16 ára gamal. Hann er somuleiðis nógv betri innrættaður á dekkinum og spølini eru effektivari. Hann er eisini eitt sindur breiðari enn gamli Rasmus Effersøe. Hesin nýggi Rasmus Effersøe kostar 16,5 milliónir. Gudmund Mortensen ásannar, at hetta er nógvur peningur, men gongur tað hampiligt við fiskiskapinum, skuldi tað borið til, sigur hann. Eitt nú skuldi útreiðslurnar til viðvíkahald blivið væl minni. Annars hevur árið í ár roynst hampiligt hjá gamla Rasmus Efferøe. Hann hevur avreitt fyri einar 12 milliónir, men hann hevur kravt stórar ábøtur í ár, so úrslitið kundi verið frægari. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Vandamikið fýrverk Løgreglan í Roskilde hevur funnið ikki færri enn 3.000 sterk kanónsløg, sum eru rættiliga vandamikil Í ávarðing, sum send er fjølmiðlunum sigur Færøernes Kommando, at vandamikið fýrverk er í umfari í Danmark. Og tá so er, er ofta stutt til tað kemur hendanveg. Sagt verður frá, at løgreglan i Roskilde hevur lagt hald á 3.000 kanónsløg, sum eru skeivt framleidd. Og tað ger tey upp aftur vandamiklari, enn vanlig kanónsløg. Sagt verður frá, at ein skeiv kemikaliublanding hevur gjørt, at kanónsløgini eru ring at festa í. Tí kann henda, at tey ikki bresta, men enda sum sonevndir >>fusarar<<. Finna børn slíkar >>fusarar<<, er ofta torført hjá teimum at síggja, um fjúsið er brent niður ella ikki. Tí kann tað bresta beinanveg, fest verður í. Og so hendir skaði. Fyri at vara seg fyri hesum kanónsløgum sigur løgreglan frá, at hesi kanónsløgini síggja keðilig út. Tey líkjast frá vanligum fýrverki, sum ofta er vavt inn í litríkt pappír. Hesi, sum ávarað verður ímóti, eru vavd í grátt ella brúnt pappír og læst í endanum við plast- ella korkproppi, sum seglaðir eru við onkrum límkendum. Finna fólk slíkar lutir, eiga tey at lata teir liggja. Latið vera við at taka teir upp, men sigi heldur myndugleikunum frá. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Vølvan spáar at føroyingar atkvøða ja á fólkaatkvøðu Íslendska spákonan, Vølvan, roknar við, at føroyingar fara at atkvøða ja fyri fullveldi, men hon roknar við stórum trupulleikum í íslendska fiskaídnaðinum á landi Tiltikna íslendska vølvan hevur almannkunngjørt sínar spádómar fyri 2001, og hon sær fyri sær eitt dapurt ár við nógvum stríði, náttúruvanlukkum og fíggjarligum trupulleikum. Vølvan plagar at koma við sínum spádómum móti endanum av árinum í íslendska blaðnum Vikan, og ársins boð er komið. Sambært norðurlendskari gudalæru er vølvan ein spákona, og síðani fyrstu búsetingarnar í Íslandi í 9. øld, hava vølvurnar verið til. Higartil hevur eingin vita, hvør íslenska vølvan er, men í ár verður avdúkað, at hon eigur Sigriður Klingenberg. Bush tunga byrjan Vølvan roknar við, at veruligt kríggj fer at bresta á í Miðeystri. Hon heldur, at tær friðarsamráðingar, sum fara fram millum Ísrael og palestinar í løtuni, ongan frið fara at hava við sær, og Yassir Arafat fer at missa valdið orsaka av vánaligari heilsu. Nývaldi forsetin í USA, Geroge W. Bush, fer sambært vølvuni at fáa eina harða byrjan, og innan stutta tíð farr atfinningarnar at regna yvir hann. Hinvegin fer tað at ganga væl hjá famijuni Clinton, roknar vølvan við. Vølvan sigur, at í komandi ári fara náttúruvanlukkur at raka Turkaland, Filipinirnar og Kina. Harafturat fer eisini ein størri vanlukka at raka Afghanistan. Føroyingar siga ja Ísland fer eisini at líða undir náttúruvanlukku. Komandi summar fer ein jarðskjálvti at raka Ísland, og síðani fer eisini at goysa nær íslendsku strondini. Fiskiídnaðurin í Íslandi fer at fáa stórar trupulleikar, og nógv virki mugu lata aftur, tí størri partur av arbeiðnum verður gjørdur umborð á skipunum. Og nú vit eru í grannalagnum, so fara føroyingar at siga ja á fólkatkvøðuni komandi ár, roknar Vølvan við. Hon heldur, at føroyingar komandi ár fara at vísa, at teir kunnu standa á egnum beinum, og at teir fara at siga ja til fullveldi. Mótvegis øðrum heimspartum, har Vølvan roknar við ófriði, stríði og vanlukkum, verða Norðurlond merkt av friði og eini góðari tíð. Rætt og skeivt Av ørðum, sum Vølvan roknar við í 2001, kann nevnast, at Bjørk fer at vinna eina Oscar fyri sín leiklut filminum í Dancer in the Dark, bretski boksarin Prince Nazeem fer at standa seg sera væl, og sjónleikarparið Bruce Willis og Demi Moore fara at finna saman aftur. Nýggjar upplýsingar fara at koma fram um vanlukkuna við kavbátinum Kursk, og heimsbúskapurin fera vera fyri bakkasti. Vølvan fekk rætt í nøkrum av sínum spádómum fyri 2000. Hon segði, at svenska prinsessan Viktoria fór at finna sær mann, og at Hilary Clinton fór at vinna eitt val. Hinvegin fekk hon ikki rætt í, at enska drotningamamman fór at doyggja á vári í ár. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Kristian Martin og synir:Veiddu 100.000 tons í ár Reiðaríið Christian í Grótinum er sum heild væl nøgt við hetta árið. Oljuprísurin hevur ikki tikið teir á bóli, tí teir høvdu roknað við høgum oljuprísum frammanundan, og fiskaprísurin hevur verið á góðari leið. Nótabátarnir hjá reiðarínum Christian í Grótinum og Norðborg hava tilsamans túsund tons eftir av sínari kvotu. Lagt varð frá bryggju annan jóladag fyri at fáa tey síðstu tonsini til høldar Palli Ziskason heldur, at sum heild hevur árið hilnast væl hjá reiðarínum. Veiðan hjá báðum nótabátunum er seld fyri slakar 100 milliónir krónur. Christian í Grótinum fekk góð 60.000 tons í ár, meðan Norðborg fekk 30-40.000 tons. Tað er tó torført at meta um veiðuna hjá Norðborg, tí fiskurin verður skorðin til flak umborð. Eftir umstøðunum eru vit nøgdir við hetta árið. Prísurin hevur ikki verið beinleiðis góður, men á góðari leið. Prísirnir eru uppgangandi, so tað sær ljóst út, sigur Palli Ziskason. Christian í Grótinum hevur fingið góð 60.000 tons í ár. Harav eru 45.000 tons svartkjaftur, meðan restin er lodna, sild og makrelur. Meginparturin av veiðuni hjá Norðborg er sild, meðan 10.000 tons eru fingin av svartkjafti, 4.000 tons av lodnu og nøkur fá tons av makreli. Oljuprísurin lítið hægri enn væntað Nógvir reiðarar gremja seg óført um oljuprísirnar, sum eru methøgir, men Palli Ziskason sigur, at teir hava ikki verið nógv hægri enn væntað. Oljuprísurin hevur næstan verið sum vit væntaðu. Hann hevur verið lítið hægri enn vit projekteraðu við, sigur Palli. Reiðaríið bunkraði olju í Føroyum fyri 2,8 krónur fyri liturin í oktober, men hesuferð bunkraðu tey fyri 1,9 krónur. Vit hava projekterað við einum oljuprísi uppá 2,1 krónur í miðal, sigur Palli. Tilsamans hevur reiðaríið goldið 3 milliónir krónur meira enn væntað fyri olju í ár. 20 milliónir krónur verða brúktar til olju í ár. Tað er fyri eini 9 milliónir litrar av olju. Vit merkja tað tó, at oljuprísurin er farin upp, tað gera øll, men tað er ikki so langt við síðuna av tí, vit høvdu væntað, sigur Palli at enda. Royna eftir makreli Annan jóladag løgdu Christian í Grótinum og Norðborg leiðina í ES-sjógv, har tey enn hava eini túsund tons eftir at fiska av kvotuni í ár, og roynt verður at fáa so nógv sum gjørligt áðrenn 1. januar. Báðir bátarnir royna eftir makreli vestanfyri Hetland og suður ímóti Skotlandi. Norðborg verður kanska ikki at síggja aftur fyrr enn út ímóti sumri, tí skipið landar í Noregi, ella har prísurin er bestur, og manningin skiftir eisini har, ið landað verður. Um fiskiskapurin hinvegin verður ringur, so leggur tað kanska leiðina heimaftur í næsta mánaði. Christian í Grótinum skiftir manning í Føroyum og verður væntandi aftur í Føroyum seint í januar. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Nýggju motorarnir hjá Ternuni roynast væl Ternan hevur lættari at halda ferðaætlanina við nýggju motorunum, sigur Strandferðslan Strandferðslan er væl nøgt við nýggju og størri motorarnir, sum fyri kortum vórðu settir í Ternuna. Ternan hevur nú verið í sigling um Vestmannasund í næstan tvær vikur síðani umvælingina, og higartil hevur alt virkað eftir ætlan. Skipari og manning eru væl nøgd við motorarnar, og tað kann merkjast, at skipið hevur fingið størri manøvru-orku. Hetta kemur væl við á Oyrargjógv, har tað stundum kann vera trupult at koma til og frá, og nýggju motorarnir gera tað lættari hjá Ternuni at halda ferðaætlanina. Nýggj ávaringarskipan Saman við motorunum hevur Ternan eisini fingið nýggja ávaringarskipan, sum ger at fólk á høvuðsskrivstovuni í Havn kunnu síggja alt viðvíkandi maskinunum umborð - til dømis hvør motorur er í gongd, ymiskan hita, trýst, snúðningar og tímatøl fyri maskinuna. Íløgan í nýggju motorarnar umborð á Ternuna kostaðu umleið í 3,7 milliónir krónur, og tá er ísetingin tikin við. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Øssur framsýning á Fjóni Øssur Mohr hevur komandi mánaðin framsýning á gallaríi í Nordskov Í gjár lat upp ein framsýning hjá listamálaranum Øssur Mohr í Danmark. Framsýningin er á Galleri Munter, sum liggur í Norskov á Fjóni, og framsýningin verður opin til 3. mars. Saman við Øssur fer eisini danska Agnetha Brittasius at sýna fram skurðmyndir og steinlutir. Øssur Mohr, sum er úr Fuglafirði, hevur havt fleiri framsýningar uttanlands seinnu árini. Hann hevur eisini havt list við á øllum teimum stóru føroysku framsýningunum. Á framsýningin á Fjóni verða 20 oljumálningar hjá listarmanninum at síggja. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Fuglberg komin Nýggja rækjuskipið hjá JFK Prawns kom til Klaksvíkar beint fyri jól. Skipið, sum hevur skift navn frá Polar Nanoq til Fuglberg, hevur verið til umbyggingar og yvirhálingar á skipasmiðjuni í Fredericia. Fuglberg skal eftir ætlan til fiskiskap fyrst í komandi ári. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Smáplássini skulu hava nýtslurættin til jørðina Útoyggjanevndin fer at mæla til, at fólk á útoyggjunum sleppa at brúka jørðina á staðnum, hóast onnur eiga hana Jørðin á útoyggjunum kann ikki liggja nyttuleys, meðan smáplássini avtoftast. Tí fer Útoyggjanevndin at mæla til, at fólk á smáplássunum sleppur at brúka til jørðina á staðnum, hóast tey ikki eiga hana. Tað er stórur áhugi fyri at brúka jørðina á útoyggjunum, men nógva staðni er hetta ógjørligt, tí stykkini eru smá, og avbygdafólk eiga stóran part jørðini, sigur Olga Biskopstø, sum er samskipari hjá Útoyggjanevndini. Tá nevndin fer at lata løgmanni sítt álit í næsta mánaði, verður jørðini ein týðandi partur av álitinum. Ognarræturin ikki nertast Útoyggjanevndin hevur seinastu mánaðirnar arbeitt við spurninginum um jørðina á smáplássunum, og tað hevur verið upp á tal at gera okkurt við ognarrættin til jørðina, men hetta verður ikki við í álitinum. Vit mæla ikki til at gera nakað við ognarrættin, men hinvegin kundu vit hugsa okkum, at fólk á útoyggjunum fáa nýtslurættin til jørðina, sigur Olga Biskopstø. Hugskotið hjá Útoyggjanevndin er, at tað í hvørjum einstøkum førði skal metast um jørðina á útoyggjunum. Um hon kann brúkast til landbúnað, so skal hon eisini brúkast til tað - av fólkinum sum býr har. Tey, sum eiga jørðina, kunnu so fáa endurgjald fyri at lata nýtslurættin frá sær. Tað eru ymisk viðurskifti á útoyggjunum skulu betrast, og ein týðandi partur er jørðin. Tað er umráðandi, at tað, sum er í umhvørvinum, kann brúkast til nakað skilagott, sigur Olga Biskopstø. Jørðina gagnnýtast Útoyggjanevndin setur spurnartekin við, um útoyggjarnar kunnu liva av landbúnaðinum, men nevndin heldur tað hava týdning, at jørðin verður gagnnýtt. Hetta fer at koma bæði smáplássunum og Føroyum sum heild til góða. Útoyggjanevndin ætlar sær at koma við øðrum ítøkiligum uppskotum, sum kunnu verða við til at stuðla undir livilíkindini á útoyggjunum. Seinasti nevndarfundurin hjá Útoyggjanevndini hevur verið, og nú verður álitið skrivað. Ætlanin er, at løgmaður, sum setti nevndina, skal fáa álitið í næsta mánaði. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Nýggja saltgoymslan á Glyvrum: Fyrstu tonsini endiliga komin Nýggja saltgoymslan hjá Eimskip á Skálafjørðinum hevur nú fingið tey fyrstu tonsini av salti. Fríggjadagin kom eitt farmaskip úr Karibiska havinum við 2.600 tonsum og liðugt varð at lossa jólaaftansmorgun Fríggjadagurin var ein stórur dagur hjá Eimskip og hjá fólki í Runavíkar kommunu. Endiliga varð fyrsta lastin av salti komin til nýggju saltgoymsluna, sum hevur staðið klár síðan oktober. Hollendska skipið Ankergracht var komið av Great Inaqua í Bahama oyggjunum, og við sær hevði tað 2.600 tons av salti í lastini, sum vórðu løgd upp á Glyvrum. Saltgoymslan tekur 5-6.000 tons, so hon er bara hálvfull í løtuni. Tað er íslendska partafelagið Hafnabakki, sum Eimskip eigur, ið hevur latið goymsluna byggja. Farið varð undir arbeiðið í summar, og goymslan stóð liðug í oktober mánaði. Fyrsta lastin kom tó ikki til landið fyrr enn fríggjadagin. Orsøkin er, at saltið verður keypt saman við tveimum øðrum saltgoymslum í Íslandi, og tað passaði soleiðis, at nýggj last av salti ikki kom hendavegin fyrr enn nú. Ankergracht er størsta skipið, sum hevur ligið við bryggju á Glyvrum. Tað er 130 til longdar og tekur 12.200 tons. Skipið hevur tríggjar 40-tons kranar. Salt av Bahamas Saltið, sum verður at fáa inni á Bakka á Glyvrum, er av Bahama oyggjunum í Karibiska havinum. Farmaskipið, sum flytur saltið til Føroyar, leggur fyrst inn í Íslandi, har tær báðar saltgoymslurnar á Hafnafirði og í Keflavík fáa sín part av teimum 12.200 tonsunum, sum skipið tekur. Esmar Simonsen á søludeildini hjá Eimskip sigur, at í Karibiska havinum verður heystað tríggjar ella fýra ferðir um árið, og at góðskan er av tí besta, tí sjógvurin er so reinur í økinum. Eimskip hevur selt salt í Føroyum í eini seks ár. Saltið er komið í bingjum og selt í sekkjum. Hetta var eingin varandi loysn, men við nýggju goymsluni ber til at veita betri tænastu, heldur Esmar Simonsen. Umframt salt hevði farmaskipið eisini ein lastbil við vippulast, sum kann vippa saltið í goymslurnar hjá kundum. Við hesum heldur Esmar Simonsen, at Eimskip hevur fingið fótin fastan í Eysturoynni, og tað ætla tey sær at byggja víðari uppá. Eimskip hevur eisini optión ella fyrsta rætt til at byggja eitt líknandi pakkhús beint við síðuna av nýggju saltgoymsluni, sum nú er tikin í nýtslu. Rúnar - runar@sosialurin.fo Veitslufólkið bíðaði eftir kavarudding Á Sandoynni kavaði rættiliga illa annað jólakvøld, men hóast tað, hendi einki ferðsluóhapp í oynni orsakað av hálkuni. Hetta komst partvís av, at lutfalsliga fáir bilførarar hættaðu sær út á vegirnar, eftir at kavarokið hevði lagt hesar undir eitt tjúkt lag av kava. Summa staðni á oynni var so at siga ikki koyrandi annað jólakvøld, og av sýsluskrivstovuni varð mælt fólki til ikki at koyra, fyrr enn kavin var ruddaður burtur. Dansur var í Virkinum Heima á Sandi, men tá dansurin skuldi enda um fýra tíðina gjáramorgunin, var kavaruddingin enn ikki komin gongd. Bussurin, sum skuldi koyra skálavíkingar heim, hættaði sær ikki avstað, fyrr enn ruddað var, og tí varð avgjørt ikki at koyra fólk úr dansihølinum, fyrr enn koyrandi var. Soleiðis sluppu fólk undan at bíða uttandura í kalda veðrinum. Um seks tíðina var vegurin ruddaður, og tá kundi dansihølið lata hurðarnar aftur, og bussurin trygt koyra fólk heim til Skálavíkar. Rúnar - runar@sosialurin.fo Nýggjárskonsert við tí vit hava Árliga nýggjárkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri stendur helst fyri broytingum, og sama ger sjálvt Symfoniorkestrið møguliga eisini. Nýggjárskonsertin komandi verður eitt stig á báðum leiðum við tað, at orkestrið so at siga bert verður mannað av tónleikartum, ið eru búsitandi í Føroyum. Tá Føroya Symfoniorkestur spældi ta fyrstu av teimum nú árliga afturvendandi nýggjárskonsertunum høvdu heili 14 av tónleikarunum á orkesturplássunum, ferðast til Føroya til endamálið. Tá Symfoniorkestrið spælir nýggjárskonsert 7. januar vera bara tveir >>innfluttir<< tónleikarar við. Hetta er partvís av fíggjarligum ávum, tí tað er kostnaðarmikið at fáa yrkistónleikarar higar at spæla. Men orsøkin er sambært Martini Mouritzen, orkesturleiðara, eins nógv, at tíðin er um at fara frá hesum hátti at styrkja orkestrið. Tað er klárt, at tá vit høvdu 14 yrkistónleikarar uppi og spældu, gjørdist klangurin sera góður - allarhelst betri enn hann verður á komandi nýggjárskonsertini. Men Føroya Symfoniorkestur er á einum vegamóti. Frammanfyri stendur ein uppgerð um hvørt orkestrið skal verða verandi á tí støði, tað er á í løtuni, ella um meira orka skal leggjast í tað, soleiðis at orkestrið fær ment seg, sigur Martin Mouritzen. Hann arbeiðir við einari ætlan um hvussu Føroya Symfoniorkestur kann menna seg til eitt slag af semi-professionellum orkestri. Dreymurin er, at tónleikararnir verða settir í parttíðarstarv hjá orkestrinum, sum so kann spæla einar hálvthundrað konsertir um árið. Hesar skulu ikki allar vera spældar av tí samlaða orkestrinum, men av ymiskum samansetingum av tónleikarum frá orkestrinum. Í veruleikanum er her talan um eina ætlan um at gera Symfoniorkestrið til miðdepil fyri tónlistarligu menningina innan klassiskan tónleik. Men ætlanin krevur, at størri fíggjarlig orka verður veitt Symfoniorkestrinum, og enn er hetta ikki komið upp á tal. Mannskórið við Á komandi nýggjárskonsert verður ikki bara Føroya Symfoniorkestur at hoyra. Sum vanligt er, er eisini kórsangur við, og hesaferð verður tað Tórshavnar Mannskór, ið fer at syngja tvey verk saman við orkestrinum. Men hetta kann væl gerast seinastu ferð, at kór verður við á nýggjárskonsertini hjá Symfoniorkestrinum. Konsertin broytist so við og við, og Martin Mouritzen, orkesturleiðari, dylir ikki fyri, at ein av broytingunum, ið honum hevði dámt, var um Symfoniorkestrið var einsamalt um nýggjárkonsertina í framtíðini. Nýggjárskonsertin hevur við árunum fingið síni egnu sereyðkenni, og er blivin tað, sum orkesturleiðarin kallar >>okkara egna slag av nýggjárskonsert<<. Sum vanligt verða ein rúgva av smærri og nokkso >>løttum<< stykkjum spæld, men Martin Mouritzen hevur saman við orkestrinum eisini lagt seg aftir at fáa meira klassiskan tónleik inn í spæliskránna. Millum annað fer trompetleikarin Jóhan Hentze at spæla 2. sats av trompetkonsertini hjá Haidn, og bretin Martin Pollard, ið undirvísir á Føroya Musikskúla, fer at spæla eina lítla solo yvir temu í klaverkonsert eftir Rachmaninov. Hesin tónasmiðjurin er kendur fyri síni rættiliga krevjandi verk fyri klaver. Av teimum lættaru innsløgunum vera millum annað verkið >>Typewriter<< hjá Leeroy Anderson, har eitt av ljóðførunum er, sum navnið boðar frá, ein skrivimaskina av tí gamla slagnum, sum bæði sigur >>tak-tak<< og >>pling<<, tá skrivað verður á hana. Hetta heldur óvanliga ljóðførið verður handfarið av Steven Foggin, sum millum annað spældi upp á sandpappír á nýggjárskonsertini fyri skjótt einum ári síðan. Nýggjárskonsertin verður framførd sunnudagin 7. januar klokkan 19.30 í Norðulandahúsinum. Um gravgangurin eftir atgongumerkjum verður serliga stórur, verður ein eykakonsert møguliga framførd fyrr á degnum. Konsertin klokkan 19.30 verður sum vant send beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi. Rúnar - runar@sosialurin.fo Kannaðu bilførarar triðja jólamorgun Løgreglan í Havn var úti í ferðsluni triðja jólamorgun og kannaði, um bilførararnir í býnum høvdu minst til, at ein kenning frá kvøldinum fyri ofta kann halda sær til langt út á morgunin næsta dag. Og tað vísiti seg, at hetta høvdu bilførararnir hugsað um. Í hvussu er varð eingin av kannaðu bilførarunum ávirkaður. Sum veitslukvøld skilir annað jólakvøld seg frá øðrum veitslukvøldum við tað, at ofta er gerandisdagur dagin eftir. Við øðrum orðum fara nógv fólk frá húsum tíðliga morgunin eftir veitslukvøldið, og tá er ikki altíð, at tað, sum drukkið varð kvøldið fyri, er farið úr blóðinum. Raskir at rudda kava Annað jólakvøld beyð eisini upp á heilt fitt av kava kring landið. Bilførarar hava skyldu at rudda kavan av bilinum, so at útsýnið úr bilinum er sum tað skal vera, og so at kavi ikki forðar ljósinum frá lyktunum. Verður løgreglan varug við at ein bilførari hevur sjuskað við kavaruddingini, verður hesin revsaður við bót. Men bilførararnir í høvuðsstaðnum vóru eftir øllum at døma raskir at rudda kavan av bilum sínum gjáramorgunin, tí sambært løgregluni varð eingin bót skrivað av teirri orsøk. Hálkan um jólini var orsøk til nøkur fá smærri, men einki álvarsligt, ferðsluóhapp jóladagarnar, og nógva fólkið í býnum annað jólakvøld gjørdi lítið um seg, so jólafriðurin lá eisini yvir løgregluni í Havn hesi jólini. Rúnar - runar@sosialurin.fo Busskoyring tálmar rúsdrekkakoyringini Um alt landið var løgreglan úti alt týskvøldið og langt út á mikunáttina fyri at halda eftirlit við ferðsluni og dansistøðum, ið opin vóru. Og allastaðni siga løgreglustøðirnar frá friðarligum nætrum. Hvørki í Eysturoynni, Vágunum, Sandoynni, Suðuroynni ella Havnini varð nakar tikin fyri at koyra við kenning, hóast annað jólakvøld var og fólk vóru í veitsluhýri. Á fleiri av plássunum, har fólk hava langt til dansistøðini, verður skipað fyri busskoyring millum dansistøðini og bygdirnar í nánd, og hetta hevur sambært løgregluni á teimum ymisku plássunum gjørt, at bilferðslan eitt veitslukvøld sum annað jólakvøld er minkað burtur í nærum einki. Busskoyringin hevur soleiðis eisini havt tálmandi ávirkan á rúsdrekkakoyringina, verður sagt av fleiri løgreglustøðum. Høgni Hoydal Føroyskt fullveldi er einasta leið Sambært donsku stjórnini finst hvørki nakar "ríkisfelagsskapur" ella nøkur føroysk tjóð. Høgni Hoydal Landsstýrismaður Sambært donsku stjórnini finst hvørki nakar "ríkisfelagsskapur" ella nøkur føroysk tjóð. Hetta hava vit fingið sligið fast teir seinastu sjey mánaðirnar. Tað tekur skorðarnar undan glæstrimyndini um "javnbjóðis virðing" og "sjálvstøðugar tjóðir í ríkisfelagsskapi". Men tað styrkir sjálvstýrisvongin, og hevur gjørt framtíðarstøðuna nógv greiðari. Árið 2000 gjørdist hendingaríkt á politiska vígvøllinum um fullveldi. Men vit kunnu halda jól í friði og við góðum treysti fara undir eitt nýtt ár. Tann upprunaliga samráðingarleiðin hjá landsstýrinum hevur liðið skipbrot. Eftir fýra fundir er greitt, at her kemst ikki longur. Orsøkin er ikki, at tað sáttmálauppskot, vit løgdu fyri stjórnina tann 17. mars, var vánaligt. Eingin hevur enn sagt og eingin kann siga, at hetta uppskot ikki hevði verið ein góður karmur um ein felagsskap millum tvær sjálvstøðugar tjóðir - ta føroysku og ta donsku. Orsøkin er heldur ikki, at hetta løgfrøðiliga ella umsitingarliga hevði verið trupult at sett í verk. Orsøkin til skipbrotið er ikki teknisk. Her vóru eingir trupulleikar, sum ikki kundu verið loystir, um nakar vilji var. Orsøkin er heldur ikki fíggjarlig. Fyri danska ríkiskassan er peningurin til Føroya piparnøtir. Og danski skattgjaldarin hevði enntá spart einar 20 milliardir komandi 20 árini í mun verandi blokkstuðullskipan Men eftir sjey mánaðir og fýra samráðingarfundir er greitt, at danska stjórnin ikki hevur nakran vilja til at gera semju um, hvussu føroyska fullveldisríkið verður skipað. Viljin til at steðga fullveldisætlanini er hinvegin ógvuliga sterkur. Og hetta ber so sera væl til, so leingi vit ikki standa saman um eitt krav í Føroyum, men hinvegin fara at skeldast innanhýsis, tá vit fáa mótstøðu. Okkara ósemjur eru styrkin hjá samráðingarmótpartinum. Karaktermorð Fyri at náa hesum máli nýtti donska stjórnin eina sera einfalda strategi, sum var í tveimum: 1) Føroyingar skuldu heingjast út sum krevjandi nassarar, og 2) samráðingarnar skuldu dragast út til tær av sær sjálvum steðgaðu, av antin løgtings- ella fólkatingsvali. Longu á fyrsta fundi varð henda strategi sett í verk: Øll uppskot landsstýrisins um mannagongdir vórðu kveistrað av borðinum. Forsætisráðharrin vildu hvørki hoyra talan um tíðarætlan, ávegis semjur, felags fundarfrásagnir ella nakað annað, sum vanligt er í slíkum samráðingum. Hinvegin skuldi bara fráboðast, at kosturin varð harður - áðrenn nøkur samaráðing hevði verið. Teir fýra fundirnir vóru sjónleikir, sum skuldu fáa tað at síggja út sum um, at danska stjórnin vildi samráðast. Men í veruleikanum vildi hon bert drála. Stjórnin noktaði eisini at halda samráðingarnar í trúnaði, til tær vóru lidnar. Harvið stóð møguleikin opin fyri hinum partinum av strategiini: At heingja landsstýrið - og harvið allar føroyingar - út sum nassarar og kraddarar í fjølmiðlunum. Hetta varð eisini longu gjørt í sambandi við tann fyrsta fundin, tá sagt varð, at føroy-ingar í Danmark kostaðu donskum skattgjaldarum fleiri hundrað milliónir árliga. Harafturat varð ført fram, at føroyingar høvdu kravt eina skiftistíð uppá millum 50 og 80 ár. Og síðani hevur "karaktermorðið" verið framt við hvørt høvi. Tvey fyri eitt Karaktermorðið er vorðið alt meira vanligt sum politiskt amboð í nútíðar politikki. Tú fert ikki eftir sakini, men eftir manninum og roynir at seta hann í ringt ljós og gera fólk ótrygg. Hyggið bert at forsetavalstríðnum í USA. Men karaktermorðið hevur sjáldan nakran sannleika í sær. Soleiðis heldur ikki í hesum føri. Landsstýrið hevur ongantíð kravt hvørki 10, 15 ella 80 ára skiftistíð. Vit hava bara kravt at tað skal samráðast um spurningin - í samsvari við eina avtalu, stjórnin sjálv undirskrivaði tann 10 juni 1998. Og endamálið var, at stjórnin skuldi sleppa undan at senda føroyingum pengar og at gera eina rímiliga skipan, sum báðir partar kundu liva við. Strategiin virkaði væl í donskum fjølmiðlum. Allir føroyingar vórðu koyrdir í ein posa og skírdir krevjandi biddarar mótvegis danska skattgjaldaranum. Og eingin tekur ein nassara í álvara. Við at gera ta búskaparligu skiftistíðina til eitt stríðsmál í fjølmiðlunum, fekk danska stjórnin tvey fyri eitt: Í Danmark varð málað ein mynd av krevjandi nassarum, sum gjørdi danska veljaran firtnan inn á føroyingar. Men í Føroyum eydnaðist at gera veljararnar ótryggar, tí pengarnir vórðu sagdir at fara burtur eftir heilt stuttari tíð. Í Danmark var hugsanin, at "teir krevja ov nógv". Í Føroyum var hugsanin: "Teir fáa ov lítið". Sostatt fekst danski almenningurin at standa saman í eini mótstøðu móti landsstýrinum, meðan føroyski almenningurin stóð spjaddur. Tjóðarrættindini á vøllin Síðani vóru allar royndir hjá landstýrinum støðgaðar til tess at fáa upplýsingar frá altjóða stovnum. Embætisfólk hjá landsstýrinum kundu ikki senda eitt bræv við fyrispurningum til ST. Ongir upplýsingar kundu fáast frá NATO um okkara verjupolitksu støðu. Og føroyskt kundi ikki lýsast sum tjóðarmál. Við hesum var greitt, at danska stjórnin ongantíð fer at vilja vera við til at gera nakran sáttmála, sum ásetir, at skjeytið til Føroya land verður flutt frá danska ríkisvaldinum til føroysku tjóðina. Tí vildi landsstýrið á tí fjórða fundinum hava donsku stjórnina at viðurkenna tann veruleika, at føroyingar eru ein tjóð, og at vit tí hava rætt til at taka avgerð um okkara framtíðarstøðu einsamøll og uttan danska góðkenning. Í fleiri tímar varð togast um hetta á fundinum. Men danska stjórnin vildi ikki undir nøkrum umstøðum viðurkenna hendan veruleikan. Og tí var onki annað at gera enn at slíta samráðingarnar og fara til hús. Linjurnar eru greiðari Tað var hart, særandi og eyðmýkjandi at uppliva. Men tað er sera týdningarmikið at vita, tí nú eru linjurnar nógv greiðari í føroyskum sjálvstýrisstríði. Vit vita hvat er gykl og hvat er veruleiki. Vit vita hvørji orð er tóm og hvørji hava týdning. Vit vita, at tá danska stjórnin nýtir orðið "ríkisfelagsskapurin", so meinar hon við danska eindarríkið. Vit vita at danska stjórnin ikki so frægt sum viðurkennir tann veruleika, at føroyingar eru ein tjóð. Á samráðingarfundinum 26. oktober segði danski uttanríkisráðharrin tað sera greitt: Danska ríkið er eitt eindarríki, og í hesum ríki er bara ein tjóð - tann danska. Hesa støðu hevur stjórnin, tí ein tjóð hevur rætt til sjálv at taka avgerð um egna lagnu. Danska stjórnin vil, at spurningurin um føroyskt sjálvstýri skal avgerast í fólkatinginum. Vit vita nú, at forðingin fyri føroyskum fullveldi hvørki er búskaparlig, løgfrøðilig ella teknisk. Forðingin er politisk. Forðingin er, at danska stjórnin ikki vil geva frá sær valdið yvir Føroyum. Glæstrimyndin er skrødd At vita hetta, er ein fortreyt fyri at kunna fullføra mál okkara. Tað er eisini ógvuliga virðismikið, at vit nú vita púra greitt, at tann glæstrimynd, sum føroyskir politikarar og danska stjórnin í felag hava roynt at tekna av Føroya fólks politisku og rættarligu støðu, er skeiv. Glæstrimyndin er nú endaliga skrødd. Vit vita sostatt hvar vit standa. Og hetta tekur ikki á nakran hátt skorðarnar undan føroysku sjálvstýrisrørsluni. Gongdin hevur gjørt tað púra greitt fyri føroyingum, at skulu vit hava eina virðiliga støðu sum fólk, so er bara ein loysn: Vit mugu hava fullveldi! Vit mugu taka fulla ábyrgd! Eftir stendur eisini, at hetta ikki kann setast í verk í samstarvi við donsku stjórnina. Vit mugu sjálvi leggja alt til rættis í Føroyum. Og tað er júst tað, landsstýrið nú er farið undir. Vit mugu skipa okkara egnu skiftistíð gera okkara egnu fólkaatkvøðu og taka avgerðirnar sjálvi. Hetta átti ikki at komið óvart á okkum. Tað átti hinvegin at fingið okkum at staðið saman um at staðfesta okkara grundleggjandi rættindir. Forðingin er jú í veruleikanum ikki danska stjórnin. Hon ger bert tað, sum flestu onnur ríki, vildu gjørt í somu støðu. Forðingin liggur hjá okkum sjálvum. Eg ivist onga løtu í, at vit náa á mál. Tí føroyingar eru ikki bara ein minniluti í Danmark, sum tørvar hjálp fyri at yvirliva. Vit eru serstøk tjóð. Ikki bara í yrkingum, men eisini í veruleikanum. Føroyar er okkara land. Og vit vilja taka fulla ábyrgd av tí. Vit eru tilreiðar at taka við aftur Røða hildin 18.12.00 av Jógvani við Keldu á fyrsta fundi hjá býráðnum 2001-2004, tá hann fór frá sum borgarstjóri Fólkaflokkurin er átøkur Winston Churchill - altíð tøkur, tá eitt hvørt er áfatt. Eftir at hava sitið við leiðsluni í Klaksvíkar kommunu í 16 ár av seinastu 20 árunum og samráðingarnar um nýggjan býráðsmeiriluta hava ført til, at vit fingu eina aðra samanseting við Steinbjørn Jacobsen sum borgarstjóra, havi eg sjálvandi staðfest, at vit koma ikki at sita við leiðsluni komandi 4 árini. - Eg fari at ynskja honum tillukku við starvinum. Hendan setan sum ný byrjar, er 26. setan frá tí at Klaksvíkar Kommuna í 1908 gjørdist kommuna fyri seg saman við Árnafirði, Skálatoftum, Strond, Ánunum og Oyrum. Steinbjørn Jacobsen verður 24. borgarstjóri í røðini. Tað er at siga, at Klaksvíkin hevur verið bygd upp av sjáldsama góðum fólki innan vinnulívið, av mentafólki, samstundis sum her hava verið verkafeløg við ábyrgd. - Samstarv saman við áræði og hugsjónum hevur verið lykilin til framgongdina, ið verið hevur síðani 1908. Símun Hansen tekur til í einari av bókum sínum, at >>seinnu árini hevur verið betri samstarv millum vinnulívið og kommununa<<. - Tað hevur uttan iva sína orsøk í, at krøvini bæði til kommunur og vinnulívið hava verið týðiliga økt seinastu árini. Hesi 92 árini síðani kommunan gjørdist kommuna fyri seg, hava mangar upp- og niðurgangstíðir verið, men hvørja ferð hevur fólkið her tikið tess dyggiligari til, tá myrku skýggini hava hómast í havsbrúnni fyri seinni at leggja seg yvir okkara lítla og viðbrekna pláss. Ábyrgd at bakka borgarstjóran upp Lat meg her leggja herðslu á, at tá ein borgarstjóri er valdur, er tað okkara ábyrgd at bakka hann upp. - Borgarstjórin er - sum nevnt undir mongum viðurskiftum - borgarstjóri fyri alt býráðið og ikki bert fyri meirilutan. Tað eigur hann at leggja sær í geyma frá fyrsta degi. - Tí skal hann eisini hava uppbakking frá øllum býráðnum. Hetta kann tykjast eitt sindur mótsigandi, tá tað kanska ofta ikki er semja um hvussu ávís mál skulu loysast. Men hetta er partur av nátúrligari menning. Orðið andstøða skal burtur úr býráðspolitikki Eg fari tí so vítt sum eg sjálvur kann, at gera eina roynd í at avskaffa orðið >>andstøða<< í býráðspolitikki. Vit kunnu tosa um at vera í andstøðu til nakað sum vit konsekvent eru ímóti eitt nú, tá Soltzinitsyn var í andstøðu til kommunismuna, ella tey mongu, ið vóru í andstøðu til nasismuna og fasismuna o.s.fr. Í einum býráði sum í Klaksvík kunnu vit ikki kalla tað >>andstøða<<. Vit, sum sita í minniluta eru ikki í andstøðu til meirilutan ella til Klaksvíkina, nei vit eru so sanniliga ein partur sum er við í uppbyggingini av Klaksvíkini og serliga Fólkaflokkurin og eg, sum vóru nógv størstur til hetta valið, og tí hava serliga ábyrgd fyri fólkinum í Klaksvíkar kommunu. Tí fari eg at heita á allar býráðspolitikarar frá fyrsta fundi, at kalla tað meiri- og minniluti og ikki samgonga og serliga ikki andstøða Vit eru ein skapandi minniluti - kanska ikki altíð so sjónligur - sum onkur hevur tikið til. Hetta verður so, men vit fingu ein sosialistiskan meiriluta og ein borgarligan minniluta. Serliga er hetta álagt okkum við teim mongu atkvøðunum Fólkaflokkurin fekk og altíð fær, og at eg einaferð enn kann fegnast um 5. ferð á rað at gerast toppskorari. Lat tað eisini verða sagt, fyri tað ikki skal vera ósagt, at umframt at hesir sosialistisku flokkar hava ein býráðslim í meiriluta, hava hesir flokkar ein lítlan meiriluta í atkvøðum, nevniliga góðar 100 atkvøður í meiriluta. - So her er sum so einki forgjørt í hesi samanseting. Ikki altíð so lætt at skilja Bæði lands- og kommunupolitikkur kunnu verða eitt sindur torskildir. Tað kunnu vera mál, sum fólk uttanfyri politikkin kundu hugsa sær øðrvísi. Tað er tí ikki altíð so lætt hjá okkum at koma við einum logiskum og greiðum svari. Tá eg læs bókina hjá fyrrverandi forsætisráðharranum Schlüter >>Sikken et liv<< - har hann m.a. eisini skrivar um og fegnast um ferðina, tá Klaksvíkar kommuna beyð honum til 95 ára haldið greiðir hann frá, at mitt í 1985 var stjórnin nakað slitin, so teir skiftu fleiri ráðharrar. Tá ið teir komu út, var sjálvandi ein rúgva av tíðindafólki samlað. Eitt av tíðindafólkunum legði beinanvegin á Thor Petersen sum var heilt nýggjur og setti honum ein sera fløktan spurning, sum Thor Petersen svaraði líka fløkt aftur, og sum hann síðani spurdi tíðindamannin >>var det et klart svar<<. Tá svaraði Schlüter kvikur til >>Det var ikke et klart svart, men et godt svar<<. So torført er tað mangan at svara upp á ymist, og tað fer Steinbjørn Jacobsen eisini at merkja. Býurin ikki at kenna aftur Broytingarnar hava verið stórar síðani eg kom inn í kommunustýrið - sum tað tá æt - í 1970, men eg havi ikki ætlað mær at komið inn á alt tað, ið fingist er av skafti hesi mongu árini, men sum fremmanda fólk siga so ofta: >>býurin er ikki at kenna aftur<<. Hinvegin má eg siga, at tað er eitt sum ikki er broytt, vit hava eitt gott lið av embætis- og starvsfólki og av fólki í ymisku deildunum uttanfyri sjálvt býráðshúsið, og eg fari at takka teimum hjartaliga fyri at hava staðið við mína lið hesi mongu árini og eisini sagt til, tá tey hava havt aðra meining enn eg. Hjartaliga tøkk fyri tað. Eg fari at sakna tykkum. Til seinasti fari eg at ynskja býi okkara alt tað besta í framtíðini við Harrans signing. Eg fari eisini - sum eg nevndi á seinasta fundinum nú fráfarandi býráðið hevði - at royna at læra og venja meg til at ynskja meirilutanum alt gott. Og lat meg til heilt seinast leggja afturat, at stóra fyrimyndin hjá so mongum, Churchill, var altíð til reiðar í torførum tíðum, og soleiðis sum hann kom fram at aftur ferð eftir ferð og seinastu ferð, tá hann á næstan 70 ára aldri saman við USA bjargaði øllum heiminum undan undirgangi. Soleiðis eri eg - um lív og heilsa er - og Fólkaflokkurin til reiðar, at taka við ábyrgd aftur, tá borgarar okkara í Klaksvíkar Kommunu hava brúk fyri okkum. Hesi mongu árini hava bæði verið spennandi og mennandi, men tey hava eisini slitið. Nú er ovboðið - avgerðin má takast í Føroyum Brævið frá forsætisráðharranum er ein sera stór provokasjón og ein niðurgerð av øllum føroyskum sjálvstýrisstríði. Høgni Hoydal Landsstýrismaður í sjálvstýrismálum Hartil er hetta sjálvsagt ein niðurgerð av øllum tí arbeiði, sum landsstýrið hevur gjørt í fullveldismálinum. Hetta er ein staðfesting av, at vit noyðast sjálvi at taka fullveldi í Føroyum. Innihaldið í brævinum frá forsætisráðharranum má afturvíst umgangandi. Annars hava vit sagt frá okkum tjóðarrættindini og hava slept allari okkara samráðingarstøðu og søgu-liga møguleikan at vinna okkum fullveldi. Í brævinum sigur forsætisráðharrin seg hava avtalað víðari gongdina við løgmann á einum fundi tann 5. november 2000. Hetta er ikki rætt. Løgmaður hevur bert tosað óformelt við Poul Nyrup Rasmussen og hevur greitt honum frá nýggju fullveldisætlan landsstýrisins. Hetta við tí endamáli at fáa eina avtalu við donsku stjórnina um, at vit sjálv avrigga heimastýrislógina innan ásett áramál, lóggeva sjálv á øllum økjum, minka blokkin burtur og staðfesta okkara fullveldi, tá vit ynskja. Sjálvur tosaði eg við Poul Nyrup Rasmussen í Reykjavík tann 6. november, har eg segdi honum greitt: o At vit ikki samráddust longur, tí danska stjórnin ikki viðurkennir samráðingargrundarlagið. o At vit nú sjálv løgdu fullveldisætlanina til rættis og hildu fólkaatkvødu. o At eg vónaði, at stjórnin fór at góðkenna eina avtalu um framferðarháttin. o At ongar útmeldingar áttu at vera til pressuna, fyrrenn ivamál vórðu avgreidd, tí tað fór bert at skapa ótryggleika. Seta kílar í Tí kann eg heldur ikki tulka hetta brævið øðrvísi enn sum eina roynd at seta kílar ímillum samgonguflokkarnar. Hetta skal eisini síggjast í tí ljósi, at hann tosar beinleiðis um nýggjar skipanir innanfyri ríkisfelagsskapin og um sjálvstýrislóg, sum jú er ein beinleidis stuðul til andstøðuflokkarnar í Føroyum. Fyrispurningarnir frá Jóannesi Eidesgaard til bæði forsætisráðharran og til Ríkisumboðsmannin eru sjálvsagt liður í hesi somu royndini at rógva innaftur undir danskan statsrætt, har vit als ongi rættindi hava. Fullveldi einasta leið Við brævinum frá Poul Nyrupi, er enn einaferð skorið út í papp: At uttan fullveldi, er als ongin broyting í statsrættarligu og fólkarætarligu støðu Føroya. Uttan mun til um tað verður rópt nýskipan, sjálvstýrislóg ella okkurt heilt annad, so er hetta bert smyrsl. Tá liggur alt vald og allur avgerðarrættur hjá donskum myndugleikum. Hann sigur í brævinum: >>Færøernes statsretlige og folkeretlige status vil med andre ord være uændret, dvs. som vi kender den i dag. Hvis den færøske befolkning på et tidspunkt i fremtiden træffer beslutning om at ville udtræde af riget, vil det således efter grundloven være nødvendigt med et samtykke fra regeringen og Folketinget på dette tidspunkt.<< Hetta er júst tað, sum løgmaður, undirritaði og Helena Dam á Neystabø hava sligið rimmarfast, ikki kann góðtakast, tí so eru vit ikki viðurkend sum ein tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Støðan er greið Tí er ongin ivi um, at forsætisráðharrin roynir at sleppa sær undan tí grundarlagi, sum hann longu hevur viðurkent í samráðingartilgongdini. Nevniliga, at vit samráðast á fólkarættarligum grundarlagi vid grundarlagi í sjálvsavgerðarrættinum hjá føroysku tjóðini. Hetta er tað, sum alt okkara arbeiði byggir á: o Vit hava eina púra greida samgonguavtalu, sum sigur, at føroyingar eru tjóð, Føroyar eitt land og at fullveldið skal útinnast í verki. o Vit hava í bankaavtuluni frá 10. juni 1998 fingið eina undirskrivt frá donsku stjórnini um, at vit skulu samráðast um ein fullveldissáttmála og eina lagaliga skiftisskipan. o Vit hava eina greida løgtingssamtykt frá 3. oktober 1998, sum sigur, at landstýrið skal samráðast um ein sáttmála, ið skipar Føroyar sum eitt land við fullveldi. o Í okkara sáttmálauppskoti, sum danska stjórnin bant seg til at samráðast um tann 17. mars 2000, stendur í sjálvum innganginum, at hetta byggir á ómissiliga sjálvsavgerðarrættin hjá føroysku tjóðini. Vit taka sjálvi avgerðina Tí má nú beinanvegin brævið hjá forsætisráðharranum greitt afturvísast. Vit noydast sjálvi at brúka alla orkuna uppá okkara egnu fólkaatkvødu. Vit noyðast sjálvi at taka avgerðirnar og leggja okkara egnu framtíð og okkara egnu skiftistíð til rættis. Einasta roynd, ið kann gerast, er at fáa donsku stjórnina at góðkenna okkara ætlan, um vit ikki sjálvi skulu boða ST frá hesum til av okkara eintingum. Tað er alneyðugt, at vit siga hetta púra greitt nú, tí fólk eru ørkymlað og hava brúk fyri púra klárum meldingum til tess at fullveldisætlanin kann fremjast. Niclas Davidsen á Skúr til áminnis f. 19. juni 1974 - d. 25. nov. 2000 Kalt er í veðrinum - ælaveður og myrkt. Hyggi út gjøgnum vindeyga, síggi at tey seinastu bløðini eru nú dottin av trøunum og fúka nú runt í túninum. Tað skýmur, hesin dagurin fer at halla, eins og nú, bert ein lítil mánaði er eftir av hesum árinum. Vit eru komin inn í adventuna. Jólini nærkast - tíðin, tá ið øll eru glað og gleðast við familju og vinum. Men tað er ikki enn! Vit skulu ígjøgnum desember fyrst. At skula koma ígjøgnum desember, plagar væl ikki at fella nøkrum tungt, sjálvt um myrkt er størsta partin av samdøgrinum. Men nú! Stóra sorgin hevur aftur vitjað í heimbygd míni. Ein ferðsluvanlukka tíðliga leygarmorgunin 25. november, tók ein av okkara ungu. Hesin desember mánaði verður ikki lættur at koma ígjøgnum hjá tykkum, sum nú hava mist. Troystarans orð kunnu kanska hjálpa tykkum, men tit hava mist eitt tað dýrasta tit áttu. Sonur tykkara er farin. Hann er farin undan okkum og vit standa spyrjandi eftir. Spyrjandi, tí vit skilja ikki, hví hansara tími longu var komin. Men sjálvt um sorgin nývir, so er ein, ið kann hjálpa, og sum sálmaskaldið so vakurt sigur: Tyngir á teg sorgin harða tykist einki ljós at sjá, til tín Guð tú tá skalt fara altíð er har hjálp at fá; er tín trúgv sum fjallið sterk, virka kann hon undurverk, senda vil Guð tær til bata meir, enn heimsins vísu fata. Niclas var tvey ár eldri enn eg. Aftrat tí, at vit vuksu upp í somu bygd, komu vit serliga nógv saman, tey árini vit róðu við Nólsoyingi. Stuttligt var tað og vit høvdu mangar góðar løtur saman. Trupulleikarnir vóru sjáldan so stórir, at teir ikki blivu vendir til skemt. >>Nú eru vit blivnir danskarar<< er eitt tað seinasta tú segði við meg. Niclas hevur búð í Randers í nøkur ár og eg í Aalborg. Niclas skuldi læra til sløkkiliðsmann. Spenningur og vandi, útrykningur við fullari ferð - ja, eg dugi at síggja teg fyri mær.Tú hevði verið ígjøgnum alskyns royndir. Tú vísti mær ymisk diplom tú hevði fingið, einaferð eg var og vitjaði teg í Randers. Tú hevði helst funnið títt lívsstarv, og vegirnir lógu opnir fyri tær. Ætlanin mundi vera, at tú einaferð skuldi vera sløkkiliðsmaður í Føroyum. Niclas kendi nógv, og nógv kendu Niclas. Mangan havi eg verið spurdur um eg kendi Niclas. Í Havn mundu tað vera fá, um okkara aldur, sum ikki kendu teg. Flest øll kappróðrafólk, sum róðu tá ið vit róðu, kendu ella vistu hvør tú vart. Tú tosaði við øll og fekst øll at flenna. Niclas var væl umtóktur! Einaferð sleyrdu vit kirkjugarðin í Nólsoy, tú og eg. Tosaðu í spølni um, hvar á leið í garðinum vit einaferð komu at liggja. Báðir væntaðu vit at koma at liggja uppi við portrið, men tað kom tíverri ikki at passa. Tað skýmir. Hesin dagurin er farin at halla. Men tín dagur endaði longu á miðdegi. Framanfyri lá allur seinnaparturin og kvøldið. Eg fekk ikki komið til jarðarferðina hjá tær, men mínir tankar eru har heima og eg takki tær fyri alt, vit høvdu saman. Góðu tit bæði Marnar og Marianna, og tit, sum stóðu Niclasi næst. Harrin styrki og troysti tykkum, nú eingin Niclas kemur heim at vitja tykkum á jólum. Leif fríggjadagur 29. des. 2000 Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Smáplássini skulu hava nýtslurættin til jørðina Útoyggjanevndin fer at mæla til, at fólk á útoyggjunum sleppa at brúka jørðina á staðnum, hóast onnur eiga hana Jørðin á útoyggjunum kann ikki liggja nyttuleys, meðan smáplássini avtoftast. Tí fer Útoyggjanevndin at mæla til, at fólk á smáplássunum sleppur at brúka jørðina á staðnum, hóast tey ikki eiga hana. Tað er stórur áhugi fyri at brúka jørðina á útoyggjunum, men nógva staðni er hetta ógjørligt, tí stykkini eru smá, og avbygdafólk eiga stóran part jørðini, sigur Olga Biskopstø, sum er samskipari hjá Útoyggjanevndini. Tá nevndin fer at lata løgmanni sítt álit í næsta mánaði, verður jørðini ein týðandi partur av álitinum. Ognarræturin ikki nertast Útoyggjanevndin hevur seinastu mánaðirnar arbeitt við spurninginum um jørðina á smáplássunum, og tað hevur verið upp á tal at gera okkurt við ognarrættin til jørðina, men hetta verður ikki við í álitinum. Vit mæla ikki til at gera nakað við ognarrættin, men hinvegin kundu vit hugsa okkum, at fólk á útoyggjunum fáa nýtslurættin til jørðina, sigur Olga Biskopstø. Hugskotið hjá Útoyggjanevndin er, at tað í hvørjum einstøkum førði skal metast um jørðina á útoyggjunum. Um hon kann brúkast til landbúnað, so skal hon eisini brúkast til tað - av fólkinum sum býr har. Tey, sum eiga jørðina, kunnu so fáa endurgjald fyri at lata nýtslurættin frá sær. Tað eru ymisk viðurskifti á útoyggjunum skulu betrast, og ein týðandi partur er jørðin. Tað er umráðandi, at tað, sum er í umhvørvinum, kann brúkast til nakað skilagott, sigur Olga Biskopstø. Jørðina gagnnýtast Útoyggjanevndin setur spurnartekin við, um útoyggjarnar kunnu liva av landbúnaðinum, men nevndin heldur tað hava týdning, at jørðin verður gagnnýtt. Hetta fer at koma bæði smáplássunum og Føroyum sum heild til góða. Útoyggjanevndin ætlar sær at koma við øðrum ítøkiligum uppskotum, sum kunnu verða við til at stuðla undir livilíkindini á útoyggjunum. Seinasti nevndarfundurin hjá Útoyggjanevndini hevur verið, og nú verður álitið skrivað. Ætlanin er, at løgmaður, sum setti nevndina, skal fáa álitið í næsta mánaði. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Árni Gregersen áhuga fyri SvF-stjórastarvinum Fyrrverandi sjónvarpsstjórin kundi hugsa sær at sett seg aftur í stjórasessin í Sjónvarpi Føroya, men tað veldst um umstøðurnar á stovninum Árni Gregersen, sum starvast hjá TV2 á Bornholm, hevur hug at taka av stjórastarvinum í Sjónvarpi Føroya, skuldi hann fingið tað í boði, men tað veldst um umstøður. Ein treyt er, at myndugleikarnir taka Sjónvarpið í álvara og eru til reiðar at gera neyðugu teknisku íløgurnar, so stovnurin kann nútímansgerast. Teir skulu eisini vera sannførdir um, at føroyska tjóðin hevur brúk fyri einum so sterkum mentanarskapara sum sjónvarpinum, sigur Árni Gregersen við mánaðarblaðið, Glaðing, sum kom beint fyri jól. Glaðing hevur vitjað Árna Gergersen á Bornholm, har hann starvast sum tíðindastjóri hjá TV2/Bornholm, sum er ein av átta sjálvstøðugum økisrásum hjá landsumfatandi TV2 rásini. Skótaandin burtur Árni Gregersen, sum hevur drúgvar royndir sum journalistur í Føroyum og Danmark, var stjóri í Sjónvarpi Føroya í eitt gott ár frá 1993. Síðani 1995 hevur hann starvast hjá TV2/Bornholm. Árni Gregersen sigur við Glaðing, at endamálið við einum føroyskum sjónvarpi er at gera føroyskar sendingar, og hann heldur tað vera ábyrgdarleyst at myndugleikunum ikki at taka hendan miðilin í størri álvara. Tað nyttar einki at sita hendur í favn. Skótaandin innan føroyskt sjónvarp er langt síðani burtur. Fólk vilja hava nakað aftur fyri tað, sum tey gera. At tað eru komnar so nógvar sendingar sum higartil, er meira eldhugi enn nakað annað, sigur hann við Glaðing. Enn hevur Undirvísingar- og Mentamálastýrið ikki søkt eftir nýggjum sjónvarpsstjóra. Síðani Tróndur Djurhuus fór úr starvinum fyrr í ár, hevur útvarpsstjórin, Jógvan Jespersen, røkt starvið. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Stórur áhugi fyri nýggjárskonsertini Ongantíð áður eru so nógv atgongumerki seld í forsølu til eina nýggjárskonsert, sum hana í ár Áhugin fyri ársins nýggjárskonsert er stórur. Fleiri enn 600 atgongumerki eru seld í forsølu, og tað er óvanliga nógv. Frændur eru høvuðsnavnið á nýggjárskonsertini, sum verður fríggjakvøldið í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Umframt Frændur verður eisini eitt so kallað Hit Show 2000, har plátuvendarar fara at spæla best umtóktu sangirnar frá árinum, sum nú fer aftur um bak. Eisini á Kambsdali Frændur venur um dagarnar í Klaksvík, og manningin, sum hesaferð fer at spæla saman við teimum trimum frontmonnunum, Steintór Rasmussen, Eyðun og Rana Nolsøe, eru Erik Biskopstø, Ingi Isaksen og Høgni Klakkstein. Frændur fer at spæla sangir frá øllum sínum útgávum síðani 1984, tá millum annað Hundurin Brúni kom goyggjandi inn á føroyska tónleikapallin. Leygarkvøldið verður sama konsert - við Frændum og Hit Show 2000 - í ítróttarhøllini á Kambsdali. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo JFK trýr upp á svartkjaftin Stóra umvælingin av fabrikkini umborð á Nærabergi hevur betrað munandi um framleiðsluna umborð. Stjórin í JFK Seafood hevur góðar vónir til komandi ár Svartkjaftaætlanin hjá JFK í Klaksvík hevur fingið betri framtíðarútlit, eftir at broytingar eru gjørdar á fabrikkini umborð á risaskipinum Nærabergi. Fabrikkin hevur nú størri orku og kann framleiða eina betri vøru, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK Seafood, sum eigur og rekur Næraberg. Tá Næraberg kom undir føroyskt flagg var ætlanin, at fabrikkin umborð á skipinum skuldi broytast, men fyrst skuldi ein varislig byrjan setast á ætlanina. Í heyst var Næraberg á norskari skipasmiðju, har fabrikkin varð umvæld. Síðani hevur Næraberg verið ein túr eftir svartkjafti undir Føroyum, og hendan túrin stóð nýggja fabrikkin sína roynd. Túrurin vísti, at tær broytingar, sum vit hava gjørt, vóru skilagóðar, tí tað vóru munandi betringar í framleiðsluni umborð, sigur Hanus Hansen. Hampuligt ár. Hugskotið við Næraberg er fyrst og fremst at framleiða svartkjaft til matna. Í hesum liggur ein stór virðisøking, og svartkjafturin kann gerast ein meiri gevandi vinna hjá føroyingum. Tað er nógv til av svartkjafti í løtuni, so hetta er ein stórur møguleiki fyri føroysku fiskivinnuna. Og so leingi svartkjaftur er til, trúgva vit, at hetta ber til, sigur Hanus Hansen. Næraberg hevur í farna ári framleitt 2200 tons av surimi og 1000 tons av mjøli, og hetta er reiðaríið hampuliga væl nøgt við. Tað skal tó takast við í myndina, at Næraberg ikki hevur verið til fiskiskap alt árið - millum annað orsaka av drúgvu umvælingini í Noregi í heyst. Tað skal størri framleiðsla til, fyri at fáa æltanina at bera til, men stjórin í JFK Seafood hevur góðar vónir um, at komandi ár fer at roynast betri. Kapping frá fóðri Framleiðslan av surimi kann fáa kapping frá framleiðsluni av fóðri til alivinnuna, sum verður gjørt burtur úr mjølinum. Men í løtuni er framleiðslan av surimi munandi meira gevandi, og tað er hesari framleiðslu, sum JFK Seafood fyrst og fremst leggur seg eftir. Vit vita sjálvandi einki um, hvussu tað fer at síggja út um tvey ella trý ár, men í løtuni er surimi tað sum loysir seg best hjá okkum at framleiða, sigur Hanus Hansen. Næraberg kom til Klaksvík beint fyri jól. Tá hevði hann 400 tons av surimi og umleið 190 tons av mjøli, sum hann hevði framleitt á seinasta túrinum undir Føroyum. Túrurin vardi ein knappan mánað. Gott 70 kvinnur og menn eru við Næraberg, sum fer aftur til fiskiskap leygardagin. John Johannessen - john@sosialurin.fo Breiður meiriluti fyri føroyskari løgreglu Stórur partur av andstøðuni, nevniliga Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin, tekur undir við ætlanini hjá landsstýrinum um at taka yvir løgregluna. Men føroyskir politistar kenna seg ótryggar við hesa ætlan Landsstýrið ætlar at yvirtaka løgregluna í hesum valskeiðnum. Hesum hevur Høgni Hoydal, varaløgmaður, boðað frá, og hesum tekur meirilutin í andstøðuni undir við. Í uppskoti okkara til eina sjálvstýrislóg stendur, at tað er týdningarmikið, at vit hava ræði á dómsvaldi og løgreglu. Tí er tað heilt náttúrligt, at vit taka undir við einum slíkum uppskoti, sigur Hans Pauli Støm úr Javnaðarflokkinum. Somu fatan hevur Jenis av Rana úr Miðflokkinum. Hann sigur ongan iva vera um, at hann fer at atkvøða fyri einum uppskoti um at taka yvir løgregluna. Men Jenis av Rana ger samstundis vart við, at tað er týdningarmikið, at trygdin fyri borgararnar verður tann sama við einari føroyskari løgreglu og at starvs- og sáttmálaviðurskiftini hjá løgreglufólkunum eru trygg. Ivasom løgreglufólk Júst starvs- og sáttmálaviðurskiftini í einari føroyskari løgreglu eru føroyskir politistar bangnir fyri. Tí eru 80 prosent av limunum í Føroya Politistafelag ímóti, at løgreglan verður yvirtikin. Men Høgni Hoydal hevur boðað frá, at føroyskir politistar sjálvsagt skulu vera við til at skipa eina føroyska løgreglu og at sáttmálaviðurskiftini skulu tryggjast. Sambandsflokkurin er einasti flokkur, ið ikki tekur undir við, at løgreglan gerst føroysk. Edmund Joensen ger greitt, at líkamikið hvussu eitt uppskot um at yvirtaka løgregluna verður snikkað saman, fer Sambandsflokkurin at atkvøða ímóti tí. Sambandsflokkurin heldur, at felags løgregla er eitt av grundleggjandi málunum í einum ríkisfelagsskapi. Tí kemur tað ikki upp á tal hjá Sambandsflokkinum at yvirtaka løgregluna. Ikki nóg mikið Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum heldur tað ikki vera nóg mikið at yvirtaka løgregluna. Hann vísir á, at løgregla og dómsvald hoyra saman, og tí heldur hann tað vera eins umráðandi at yvirtaka dómsvaldið og at orða eina føroyska revsilóg. Vit skulu hava eitt føroyskt lógarverk á øllum tí rættarliga økinum, eins og vit skulu hava føroyskt dómsvald og føroyska løgreglu. Tað er eisini hetta, sum vit hava víst á í okkara uppskoti til eina sjálvstýrislóg, sigur Hans Pauli Strøm. At fremja hetta í verki krevur nógva fyrireiking, tí heldur Hans Pauli Strøm, at løgtingið átti at sett eina serstaka nevnd at gjørt rammurnar til eina føroyska rættarskipan. Ein slík nevnd er í løtuni til. Men talan er um eina undirnevnd í grundlógarnevdini, og tað heldur Hans Pauli Strøm ikki vera nóg gott. Tá landsstýrið kom við uppskotinum um at seta eina grundlógarnevnd, var Javnaðarflokkurin ímóti, at hendan nevndin eisini skuldi gera eina føroyska rættarskipan. Hetta hildu vit kravdi eina serstaka nevnd, og tað halda vit framvegis, sigur Hans Pauli Strøm. Jenis av Rana sigur tað vera týdningarmikið, at føroyingar reisa seg á føtur á so nógvum økjum, sum yvirhøvur gjørligt. Tí tekur hann eisini undir við einari føroyskar rættarskipan. Tekur drúgva tíð Høgni Hoydal segði við Útvarpið mikukvøldið, at hann roknaði við, at tað fór at eydast at yvirtaka løgregluna í hesum valskeiðnum. Hesum roknar Hans Pauli Strøm ikki við. Landsstýrið hevur síðani samgongan varð skipað roynt at yvirtikið Skipasýnið, men enn er einki hent. Og at yvirtaka løgregluna er ikki bara sum at siga tað. Føroyska løgreglan má skipast so hon hóskar til millum annað Schengen samstarvið, og hetta fer at seta hørð krøv, tí Føroyar liggja nevniliga í útjaðaranum av samstarvinum, og tí verða tað vit, ið skulu fremja eftirlitið fyri hini londini í samstarvinum, vísir Hans Pauli Strøm á. Hans Pauli Strøm leggur dent á, at tað er týdningarmikið, at arbeiðið at yvirtaka løgregluna verður væl fyrireikað. Løgreglan er B mál í heimastýrislógini. Tað merkir, at landsstýrið skal leggja uppskot til samtyktar fyri løgtingið um at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um at yvirtaka løgregluna. Tá hetta so er samtykt, skal landsstýrið samráðast við danir um yvirtøkuna, og at enda skal støða takast til úrslitið. Hetta er ein drúgv mannagongd. Men løgmaður hevur meldað út, at danska stjórnin og landsstýrið í næstum fara at gera broytingar í heimastýrislógini, so tað verður lættari at yvirtaka. Og hugsandi er, at hesar broytingar eru at taka burtur lista B, so flest øll málsøki kunnu yvirtakast eftir lista A. Yvirtøka eftir lista A kann fremjast við løgtingssamtykt. Beint áðrenn evstamark hjá blaðnum eydnaðist at fáa viðmerking frá Jóannes Eidesgaard, formanni Javnaðarfloksins. Hann sigur, at tað er umráðandi, at vit fáa lógarkarmin til vega, so tað er løgtingið, ið avgerð nær málsøki verða yvirtikin, hvørji málsøki verða yvirtikin og hvussu tey verða yvirtikin. Tí vil Jóannes Eidesgaard ikki beinleiðis gera viðmerkingar til, um tað er rætt at yvirtaka løgregluna í hesum valskeiðnum, bert tí Høgni Hoydal ella føroyska pressan velur at taka málið upp beint nú í góðum jólahýri. Høgni Hoydal roknar við, at tað kemur at kosta 63 milliónir at yvirtaka løgregluna. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Útseta sáttmálan í ein mánaða Petur Kruse, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, væntar ikki, at dagrøktarmammur fara at leggja arbeiðið niður, hóast landssýrið ikki vil góðkenna teir nýggju sáttmálarnar Eg vænti ikki, at tað verður verkall á nýggjárinum. Tað sigur Petur Kruse, sum er formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Í heyst vórðu sáttmálar á fyrsta sinni gjørdir ímillum Føroya Arbeiðarafelag og kommunurnar kring alt landið um dagrøktarmammurnar. Hetta er ein sáttmáli, sum fevnir um dagrøktarmammurnar í øllum landinum, uttan í nøkrum einstøkum kommununum, har tær eru undir Starvsmannafelagnum, eitt nú í Havn,í Klaksvík og í nøkrum einstøkum kommunum afturat. Men sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum, hevur landsstýrið nú boðað frá, at tað kann ikki góðkenna sáttmálan. Bæði Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag og onnur, vænta, at tað verður trupult at fáa dagrøktirnar til arbeiðis eftir nýggjár við ongum sáttmála. So svartskygdur er Petur Kruse, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, ikki. Hann heldur ikki, at støðan eftir 1. januar kann kallast sáttmálaloysi sum so, tí í løtuni er ongin sáttmáli og hetta er fyrstu ferð, at sáttmáli skal setast í gildi á økinum yvirhøvur Sostatt verður støðan bara óbroytt eftir 1. januar, sigur hann. Hann væntar tí heldur ikki, at hetta fer at føra til arbeiðssteðg. Eg vænti, at dagrøktarmammurnar fara at halda fram sum higartil, eisini eftir 1. januar. So mugu vit brúka januar mánaða til at fáa viðurskiftini í rættlag og at fáa sáttmálan snikkaðan til, so at landsstýrið kann góðkenna hann. Sáttmálin kann so koma í gildi 1. februar ístaðin. Sostatt er bara talan um at útseta hann í ein mánaða, sigur hann. Um støðan, sum hon er í løtuni, varar ein mánaða afturat, átti ikki at gjørt tann stóra skaðan, leggur Petur Kruse afturat. Men hann sigur, at sum støðan er í løtuni, verður hann noyddur at boða kommununum frá, at sáttmálin kann ikki setast í gildi 1. januar, sum ætlað. Hann sigur, at tá ið farið varð undir samráðingarnar, kannaðu tey málið og fingu at vita, at landsstýrið skal góðkenna allar sáttmálarnar. Tí stendur tað í sáttmálanum ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelagið, at teir koma í gildi, treytað av, at landsstýrið góðkennir teir. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Dagrøktarmammur: Vandi fyri verkfalli á nýggjárinum Landsstýrið vil ikki góðklenna sáttmálarnar, sum eru gjørdir ímillum Føroya Arbeiðarafelag og kommunurnar um dagrøktarmammur kring landið. Sostatt er sáttmálaloysi 1. januar og tað vænta fleiri, fer at raka samfelagið hart Tað er nú nógv, sum bendir á, at tað verður ongin barnaansing í tí mesta av landinum aftaná 1. januar- ella í hvussu so er stutt eftir tað. Orsøkin er, at fíggjarmálastýrið í landsstýrinum vil ikki góðkenna sáttmálan, sum er gjørdur ímillum Føroya Arbeiðarafelag og kommunurnar. Sáttmálin skuldi annars koma í gildi nú 1. januar. Áður hevur ongin sáttmáli verið á økinum, so tá ið sáttmáli varð gjørdur í heyst, var hetta fyrstu ferð, at hesin bólkurin í samfelagnum fær skipað viðurskifti. Men tá ið landsstýrið ikki vil góðkenna sáttmálan, kann hann ikki setast í gildi. Sostatt er framvegis sáttmálaloysi tann 1. januar, sigur Eivind Jacobsen, bygdaráðsformaður á Strondum, sum er rættiliga argur inn á landsstýrið um framferðina í hesum máli. Hann væntar at tað verður trupult at fáa dagrøktarmammurnar til arbeiðis, uttan at sáttmáli er komin í gildi. Og tí væntar hann eisini, at tær fara at leggja arbeiðið niður og sostatt er ongin barnansing eftir fyrsta januar. Ella í øllum førum roknar hann ikki við, at tað fara at ganga nógvir dagar av nýggja árinum, áðrenn dagrøktarmammurnar fara at niðurelggja arbeiðið. Ingeborg Vinther vil ikki gera so nógvar viðmerkingar til málið. Boðini frá landsstýrinum um, at tað ikki kann góðkenna sáttmálan, eru so nýggj, at hon hevur ikki fingið sett seg ordiliga inn í málið. Men eisini hon væntar, at tað verður trupult hjá dagrøktunum at fara til arbeiðis við ongum sáttmála. Tað er í øllum øfrum greitt, at hetta fer at fáa álvarsligar avleiðingar, sigur IngeborgVinther. Svar í síðstu viku Eivind Jacobsen, sigur, at sáttmálin ímillum Sjóvar Kommunu og Føroya Arbeiðarafelag samráddust um nýggjan sáttmála, áðrenn sáttmálin varð gjørdur ímillum Føroya Arbeiðarafelag og arbeiðsgevarafelagið hjá kommununum og ímillum Føroya Arbeiðarafelag og tær størru kommunurnar. Men allir sáttmálarnir eru at kalla eins. Og nú hava bæði Sjóvar Kommuna og allar hinar kommunurnar, sum hava sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag, fingið at vita frá landsstýrinum, at sáttmálin kann ikki góðkennast. Eivind Jacobsen sigur, at tað var longu fyrst í november, at hann sendi fíggjarmálastýrinum sáttmálan til góðkenningar. Men svar kom onki fyrrenn í síðstu viku - nakrar fáar arbeiðsdagar, áðrenn hann skuldi koma í gildi. Hetta er langt úti. Hetta minnir mest um eina roynd at leggja trýst á okkum um at góðtaka krøvini hjá fíggjarmálastýrinum, tí tað er sálvsagt, at tað ber ikki til at gera nógv til 1. januar. Bygdaráðsformaðurin á Strondum sigur, at tað eru fleiri øki í sáttmálanum, sum Landsstýrið ikki vil góðkenna. Í fyrsta lagi vil landsstýrið ikki góðkenna sjálva lønina. Eftir sáttmálanum skulu dagrøktirnar fáa 2.947 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið, men landsstýrið vil ikki góðkenna, at tær fáa meiri enn 2.720 krónur, ella 227 krónur færri. Eg dugi ikki at síggja, hví landsstýrið skal leggja seg út í hetta, tí kommunurnar gjalda alt samalt sjálvar. Harafturat vil landsstýrið ikki góðkenna, at dagrøktarmammurnar skulu hava frí 1. mai. Landsstýrið heldur, at tað er óheppið, at tær hava frí, tá ið flest øll onnur eru til arbeiðis. Landsstýrið heldur, at hetta fer at noyða nógv av teimum, sum hava børn í dagrøkt, eisini at taka frí 1. mai. Hetta skilir Eivind Jacobsen heldur ikki. Dagrøkt er ein tænasta, vit veita borgarunum. Og um vit ikki kunnu veita hesa tænastuna 1. mai eisini, hevur tað onki við landsstýrið at gera. Tað eru eisini aðrir partar í sáttmálanum, sum landsstýrið ikki vil góðtaka. Bygdaráðsformaðurin sigur, at hann skilir ikki, hvat landsstýrið yvirhøvur hevur við hetta málið at gera, tí tað eru kommunurnar, sum betala hvørt oyra. Men landsstýrið hevur lógir at vísa til og krevur, at tað skal góðkenna sáttmálarnar, sigur Eivind Jacobsen. Ongin viðmerking Í landsstýrinum er ongin av teimum til arbeiðis, sum hava við málið at gera, so haðani fekst ongin viðmerking til málið. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Hava ikki sent sáttmálan Landsstýrið skal undir øllum umstøðum góðkenna sáttmálarnar fyri dagrøktirnar Sáttmálarnar, sum dagrøktirnar hava fingið við tær ymsu kommunurnar eru eitt sindur ymiskir. Men í øllum førum er tað greitt, at landssýrið skal góðkenna teir. Tað sigur bygdaráðsformaðurin á Strondum, Eivind Jacobsen. Hann sigur, at tað stendur í øðrum løgtingslógum, at landsstýrið skal góðkenna teir og so er tað líka mikið, hvat stendur í sáttmálunum. Tí sendu strandingar fíggjarmálastýrinum sáttmálan til góðkenningar, hóast tað ikki stendur í honum, at landsstýrið skal góðkenna hann. Samstundis eru sáttmálarnir ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag eisini sendir landsstýrinum til góðkenningar. Men í teimum stendur tað beinleiðis, at landsstýrið skal góðkenna teir. Landsstýrið hevur boðað okkum frá, at tað skal góðkenna allar sáttmálar, sigur Peter Kruse, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Tí stendur tað í teimum, at teir koma í gildi 1. januar, treytað av, at landsstýrið góðkennir teir. Men sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum, vil landsstýrið ikki góðkenna sáttmálarnar. Sostatt er sáttmálaloysi og fleiri, sum hava við málið at gera, vænta, at tað fer helst at fáa avleiðingar Senda ikki inn Í Vági, sum er ein av teimum størru kommununum, hava tey eina heilt aðra áskoðan. Vágur er ikki í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, men hevur samráðst við Føroya Arbeiðarafelag saman við fýra øðrum stórum kommunum, sum heldur ikki eru limir. Jógvan Krosslá, býráðsformaður, sigur, at í teirra sáttmála, stendur, at hann verður settur í gildi, treytað av, at býráðið góðkennur hann. Tað stendur onki í sáttmálanum hjá okkum um, at landsstýrið skal góðkenna sáttmálan. Tí hava vit heldur ikki sent teimum hann til góðkenningar, sigur Jógvan Krosslá. Alt hetta kundi bent á, at støðan er rættiliga fløkt í løtuni og spurningurin er tí eisini, sum sáttmálin hjá vágbingum yvirhøvur hevur gildið, tá ið landsstýrið ikki hevur góðkent hann, hóast onki stendur í sáttmálanum um tað. Og sum nevnt aðrastaðni, eru tey fólkini í landsstýrinum, sum hava við hetta málið at at gera, ikki til arbeiðis. Norrøn heiðursviðurkenning veitt Henningi Jacobsen, fyrrverandi landsverkfrøðingi Tvey ár eru nú runnin, síðan táverandi landsverkfrøðingur, Henning Jacobsen, upp undir jól fekk vakra jólakortið við bestu ynskj-um um eini gleðilig jól og alt gott í komandi ári, væl og virðiliga undirritað av Arna Poulsen, vinnu-mála-stjóra og Finnboga Arge, táverandi landsstýrismanni, hetta samstundis sum hann við enn ókendari grundgeving fekk uppsøgn frá somu monnum. Sigast kann, at farið er farið, skaðin er hendur, og at einki gerst við tað, men niðurløgd verður henda nú tiltiknasta, mest háðandi og óinntonkta jólaheilsan í Føroya søgu so ongatíð. Eg skal við hesum bert ynskja Henningi Jacobsen hjartaliga til lukku við ærumiklu heiðursviðurkenningini frá norrøna vegasamtakinum NORDISK VEJTEKNISK FORBUND, íð fevnir um londini Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark, Føroyar og Ísland og sum nú seinastu árini eisini hevur fingið tilknýti til baltisku londini. Gleðilig jól. Heini Olsen Ungdómsráðstevnan í Grønlandi Tíðindaskriv Tríggjar mánaðir eftir væleydnaða ráðstevnu er samskifti enn millum luttakararnar - um netið. Heimasíðan hevur frásagnir frá øllum arbeiðinum og slóð verður løgd til fleiri myndir av ráðstevn-uni Eftirmeting av ungdómsráðstevnuni í Grønlandi. Í september var sera áhugaverd ráðstevna skipa fyri ung úr norðurlendsku útjaðaraøkjunum. Ráðstevnan var skipað í Ilulissat (Jakobshavn) í Grønlandi. Skrivligu úrslitini, dagbøkur og annað eru til taks á internetinum. Føroysku luttakararnir vórðu úr ymsum økjum umboðandi børn og ung í Føroyum. Elin Mortensen úr "Ung í MáF", Anita Ottosen úr "Ungdómshúsinum Margarinfabrikkin", Fía Lindenskov fyri "Sosialistiskt Ungmannafelag", Karstin Olgar Lamhauge umboðandi "Blá Kross Ungdóm", Rúni Thomsen fyri "KFUM-skótarnar í Føroyum" og Niklas Winther umboðandi "Føroya Ungdómsráð. Í fyrireikingarbólkinum var Jákup av Skarði fyri Føroya Ungdómsráð. Ráðstevnan Fyri umleið hálvum øðrum ári síðan byrjaðu fyrireikingarnar til hesa ráðstevnuna, ið hevði sum endamál at fáa fólk í útnorði at skipa fyri fleiri verkætlanum fyri ung. Eisini var ætlanin at geva luttakarunum møguleika at læra seg at finna fram ymsar grunnar, ið stuðlað kundu júst teirra verkætlan. Fyri at lýsa alt bakstøði undan ráðstevnuni er eisini at leggja afturat, at hendan var liður í røð av øðrum ráðstevnum. Fyrsta ráðstevna var í Álandi, hon var ikki so væleydnað, men tó ein byrjan. Síðani varð ráðstevna skipað í Føroyum, á Selatrað, ið luttakararnir og fyrireikararnir vóru sera væl nøgdir við. Fyri tveimum árum síðan var ráðstevna í Íslandi, har føroyingar eisini vóru við. Ráðstevnan í Grønlandi í ár, varð mest bygd á væleydnaðu ráðstevnuna á skótadeplinum á Selatrað. Nú vóru vit í Ilulissat, men hugsanin var, at vit kundu nýta nógv av skipanini úr Føroyum og harafturat vildu vit knýta teldusamskifti uppí arbeiði. Luttakararnir og fyrireikararnir Fyri at fáa verkætlanar-arbeiðið út til stór øki og at royna at fáa allan útjaðaran umboðan, vóru fýra mans settir í fyrireikingarbólk: Joachim Clausen (Nordisk Ungdomskomié), Ivan Burkal (Børn- og Ungdomskultur), Roger Skarvik (umboð fyri Nordkalotten) og Jákup av Skarði (Føroya Ungdómsráð og í hesum eisini fyri Børn- og Ungdomskultur). Hesir fýra settu sær fyri at fáa luttakarar úr Nordkalloten, Álandi, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Nordkalloten er somikið stórt øki, at miðjað var ímóti at fáa umboðan úr svenska, norska og finska partinum. Tilsamans var rúm fyri áleið 30 luttakarum og skuldi fyrireikingarbólkurin fyrireika luttakararnar í sínum øki og nýta alnótina, hagar frástøðan var ov stór. Fyrireikingarbólkurin hittist í Keypmannahavn, afturat at nógv samskifti var á alnótini. Væl gekk i hond við fyrireikingum og ætlanum til innihaldið í ráðstevnuni, men tíanverri rukku vit ikki út til øll. Úr Álandi vóru eingir luttakrar, men av tí at øll hini londini/økini, vórðu umboðað, var grund undir breiðum samstarvi og møguleika fyri innlit í flestu mentanirnar í útjaðaraøkinum. Luttakararnir úr Føroyum vóru Rúni Thomsen, Elin Mortensern, Niklas Winther, Fía Lindenskov, Karstin Olgar (Oggi) Lamhauge og Anita Ottosen. Hesi fingu møguleikan at luttaka á ráðstevnuni, so føroyingarnir umboðaðu breiðan skarða innan ungdómsarbeiðið í Føroyum. Bólkaarbeiði/verkætlanir Føroysku luttakararnir vóru væl fyrireikaðir til ráðstevnuna. Bólkurin hittist nakrar ferðir at lærar hvønn annan at kenna og at arbeiða við evnum, ið tey hugsaðu sær at fyriskipað - okkurt av føroysku evnunum til verkætlan vann stóra undirtøku, tá ið vit komu til Grønlands. Alt tað skrivliga arbeiðið er til taks á heimasíðuni: www.ilulissat.gl/NordSeminar - slóð er eisini av heimasíðu FUR's www.fur.fo. Afturat dagbókum og navnalistum, ber til at lesa um ymsu bólkaarbeiðini og verkætlanirnar, ið luttakararnir skutu upp og arbeiddu við. Trý evni, ið møguliga verða arbeidd áfram við, eru: Nordiskt ungdomstræff - ið flest allir føroysku luttakararnir arbeiddu við. Hugsanin er at skipa fyri stevnu, har norðurlendskur ungdómur hittist at tosað/arbeiða við evnum og trupulleikum vit hava í felag, t.d. dálking. Annað evnið var Teaterkursus - har skotið var upp, at trý úr hvørjum norðurlandi hittust at samstarva innan leik. Triðja evni Radioprojekt - var ætlað at galda útvarpssendingar um ungdómsarbeiði í ymsu norðurlondunum. Bólkaarbeiðini og verkætlanirnar vóru beinanvegin løgd út á alnótina, til almenningin at umrøða. Hvør luttakari sær hevði valt kontaktpersón heima, ið hevði til uppgávu at hyggja inn á heimasíðuna og møguliga at umrøða málini, ið stungu seg upp. Tíanverri eydnaðist hesin parturin ikki til fulnar, millum annað tí at internetsambandið til ráðstevnuna var heldur svikaligt. Nú er stóra avbjóðingin at fáa í lag fyriskipingar innan ymsu verkætlanirnar og at nýta alnótina til at skipa fyri at samskiftið millum luttakararnar ikki slitnar. Ein liður í hesum er heimasíðan og neyðugt verður, afturat at fleiri myndir skjótt eru til taks, eisini at fáa skipað fyri brævasamskifti - longu nú eru fleiri, ið javnan senda heilsanir millum sín og siga frá gongdini í ymsum verkætlanum. Um teldusamskiftið er væleydnað í eitt ár, verður møguliga ráðstevna skipað aftur um tvey ár, ið beinleiðis byggir á ráðstevnuna í Grønlandi - ið bæði luttakarar og fyrireikarar vórðu serstakliga væl nøgdir við. Upplivingar úr Grønlandi Fyrst er at nevna flogtúrin úr Kangerlussuaq (Syðra streymfirði) til Ilulissat. Vit flugu um innlandísin og flogskiparin gjørdi ikki mætari enn at fara í ógvuliga lága floghædd, so vit sóu bygnaðin í ísinum - tað var stórsligið og sera undrunarvert at síggja so nógvan samanstúgvaðan ís, ið spakuliga leitaði sær út á hav. Flogskiparin greiddi frá, meðan vit flugu yvir fjørðin, hvussu dýpið varð og hvussu vandamikil ísfjøll eru - samstundis sum vit næstan rukku niður á onkur ísfjøll, ið høvdu snarað sær á. At verða í Grønlandi er ein stór uppliving, og at vit høvdu møguleika at fara útferð í báti var framúrskarandi. Tveir bátar lógu til okkum at fara umborð og vórðu vit á sjógvi einar tríggjar tímar. Vit sigldu millum ísfjøll, sóu menn á floti í smáum jollum - tveir komu aftur av veiði søkklastaðir - og hoyrdu dunið frá ísfjøllunum, tá ið petti brotnaðu av. Nógvar myndir eru av ferðini, og verða tær á heimasíðuni í næstum. Men reiðiliga at skilja tað stórsligna ber bert til hjá tí, ið var til staðar. Stuðlar Peningaligu útreiðslurnar til hesa ráðstevnu vóru goldnar av Nordiskt Ungdomskomité og Børn- og Ungdomskultur. Luttakararnir høvdu onga útreiðslu av ferðing, gisting ella mati - bert tað, teir høvdu fyri neyðini í lummapengum. Harafturat gjørdu vit í Føroyum nakað burturúr, at geva nøkrum fyritøkum møguleika at fáa navnið lýst á ferðini og ráðstevnuni. Vit fingu vindjakkar frá Iveco/Toyota, taskur og skriviamboð frá Føroya Sparikassa, T-shirt frá Flogfelag Føroya, Jolly, Faroe Travel, Føroya Banka og Postverki Føroya, lyklaringar frá Smyril Line og pennar frá Formula Føroy-um og Suðuroyar Sparikassa. Pennar og lyklaringar góvu vit hinum luttakarunum, men t-shirtirnar, taskurnar og jakkarnir vóru meira til "livandi lýsing". Vit takka stuðlunum og ynskja øllum eini gleðilig jól og eynduberandi nýggjár. Blíðar heilsanir Niklas, Fía, Oggi, Anita, Rúni, Elin og Jákup NØVN Í VIKUNI Gullbrúdleyp Nýggjársaftan hava hjúnini Palma og Bjarni Dal-Christi-ansen í Havn gullbrúdleyp. Palma er fødd og uppvaksin á Skála og er yngst av 12 systkjum. Foreldur hennara vóru Jóhanna, fødd Gregersen úr Gøtu og Petur Rasmussen, Petur í Uppistovu av Skála. Palma kom longu sum 15 ára gomul til Havnar. Hon gekk á Handilsskúla og tænti m. a. hjá Anmnu Sam, var í handlinum hjá Hans Joensen, í Smæruni og hjá Katrinu Christiansen. Í nógv ár handlaði hon sjállv úti í Jóannesar Patursonargøtu, síðani fór hon aftur til Katrinu Christiansen, áðrenn hon fór at arbeiða í Litbrá, har hon var í sekstan ár. Tey mongu, ið hava keypt frá Palmu, minnast, hvussu væl alt var fyriskipað hjá henni, hvussu blíð, fyrikomandi og hjálpsom hon altíð var. Bjarni er havnarmaður. Føddur og uppvaksin í Tórsgøtu í Havn, har Restaurant City nú er. Hann er sonur Paulinu Dal-Christiansen og Sophus Christiansen, vanliga nevndur Sophus skómakarin, bæði úr Havn. Bjarni hevur alla sína tíð starvast sum bilførari. Byrjaði sum heilt ungur at koyra hýruvogn og var við til at stovna Auto, har hann koyrdi í nógv ár. Koyrdi í nøkur ár skúlabørn av Hvítanesi til Havnar og koyrdi eisini í fleiri ár rutukoyring millum Havnina, Kirkjubø og Velbastað, og sigast má um hann, at hann hevur verið sera røkin í sínum starvi. Fyrst í 70'unum vóru tey umleið eitt ár í Danmark, Palma var í einum skógvahandli á hvidovrevej og Bjarni starvaðist hjá Skandinavisk Tobakskompagni, hetta var ein góð tíð, og minnast tey ofta aftur á tíðina á Rebæk Søpark. Palma og bjarni eru nú bæði pensjónistar, men frísk og væl fyri, og teimum dáma væl at vera um børnini, Annelin og kára, og tey fimm ommu- og abbabørnini. Dagurin verður hildin heima frá kl 9-14, har øll, ið vilja heiðra gullbrúðarpari1ð, eru vælkomin. Eirikur Lindenskov - Eirikur@sosialurin.fo Tvær nýggjar bussrutur Tann 1. januar byrja tvær nýggjar bussrutur í Tórshavnar kommunu. Kollafjarðarleiðin, sum hevur fingið heitið Leið 5. Koyrt verður soleiðis: Farstøðin - R.C.Effersøesgøta - Hvítanesvegur -Sandvíkarhjalli - Kollafjørður, har koyrt verður eftir bygdavegnum, frá býlinginum Langasandur til Kjalnesar, og síðani eftir landsvegnum til Norðuri í Sundum. Síðani eftir bygdavegnum til býlingin Langasandur - Sandvíkarhjalli - Hvítanesvegurin - R. C. Effersøes gøtu - Farstøðin. Fyrsti túrurin gerandisdagar verður koyrt gjøgnum Vesturbýin, tá komið er aftur úr Kollafirði. Minni bussur kemur at koyra til Signabø og Oyrareingir, yvir til høvuðsvegin í sambandi við leiðina. Til tann 20. januar, tá koyrandi er aftur eftir Marknagilsvegnum, verður koyrt eftir Svalbardsvegnum og Landavegnum, í sambandi við fyrsta túrin gerandisdagar. Leið 6 Verður broytt soleiðis, at koyrt verður: Farstøðin - Steinatún - Landssjúkrahúsið - Argja skúli - Hamaran á Argjum - Argja skúli - Tekniski skúlin - Handilsskúlin - Norðurlandahúsið - rundkoyringin á Hálsi - Studentaskúlin - Mjólkavirkið - á Flat - Berjabrekka - rundkoyringin á Hálsi - tyrlupallurin Yviri við Strond - Farstøðin. Til tann 20. januar, tá koyrandi er aftur eftir Marknagilsvegnum, verður koyrt eftir Landavegnum og Svalbardsvegnum. Ferðaætlan: Arbeitt verður við at gera eina nýggja ferðaætlan, sum umfatar allar leiðirnar hjá bussleiðini í Tórshavnar kommunu, t.e. leið 1, 2, 3, 4 (Kaldbak), 5 (Kollafjørð), 6 (nýggja leiðin í Havn), og verður henda ferðaæltan væntandi liðug, soleiðis at hon kann koma út 1 februar. Lýsing av nýggju leiðunum: Nýggju leiðirnar verða lýstar í hesi vikuni, í bløðunum, í bussunum, kiosk Steinatún og í Snarskivuni. Rúnar Reistrup - runar@sosialurin.fo Einki ólógligt fýrverk Hvørki í Vágunum ella á Streymoynni eru tollararnir komnir fram á ólógliga innflutt fýrverk. Á Streymoynni hava tollararnir gjørt fleiri stakroyndir enn vanligt nú undan nýggjárshaldinum, meðan tollararnir í Vágunum hava leitað væl verri enn teir plaga Hesa tíðina plaga tollarar onkuntíð at lukta krút í tí viðføri og farmi, sum kemur til Føroya. Í øðrum londum fæst fýrverk til keyps, ið er forboðið at selja í Føroyum, og hetta má sjálvsagt heldur ikki innflytast til Føroya. Men í ár hava tollararnir ikki lagt hald á nakað fýrverk. Tolleftirlitið í Havn hevur allan hendan mánaðin verið upp á vakt og hevur gjørt fleiri stakroyndir enn vanligt fyri at forða innflutningi av ólógligum fýrverki. Tað er als ikki loyvt at innflyta fýrverk av nøkrum slag til Føroya uttan loyvi frá fútanum, men á Tolleftirlitinum í Havn hava tey tó valt at síggja millum fingrarnar við, at okkurt av ferðafólkunum, ið komu til Føroya við Norrønu undan jólum, hevði lagt sær nakrar rakettir í bilin. Vit hava valt at brúkt ta mannagongd tá vit renna okkum í heilt smáar nøgdir av fýrverki, at vit hyggja eftir um talan er um fýrverk, ið annars er góðkent í Føroyum. Um so er, hava vit ikki tikið fýrverkið frá fólki. Fáar stakroyndir Tolleftirlitið á flogvøllinum í Vágum hevur heldur ikki funnið nakað fýrverk í viðførinum hjá teimum mongu jólagestunum. Tað hevur annars verið vanligt at tollararnir á flogvøllinum við jøvnum millumbilum eru komnir fram á ólógligt fýrverk í desember mánaði. Men á Tolleftirlitinum á flogvøllinum tora tey einki at siga um, hvørt hetta er tekin um at fólk aftra seg við at innflyta fýrverk til landið ella ikki. Vegna tað, sum tollararnir sjálvir meta sum tørvandi arbeiðsorku, hava nevniliga nógv færri stakroyndir verið gjørdar av viðførinum hjá ferðafólki farnu mánaðirnar, enn vanligt var fyrr. Av teirri orsøk ber ikki til at meta um hvussu nógv fýrverk kann vera innflutt ólógliga síðstu tíðina, verður sagt á Tolleftirlitinum á flogvøllinum. Rúnar Reistrup - runar@sosialurin.fo Far á skaðastovuna Fólkaskaðarnir, ið kunnu standast av fýrverki, eru ikki at undirmeta. Eitt brandsár er ikki altíð so álvarsligt at síggja til, og ein hond kann síggja óskadd út eftir eina spreinging. Men ofta er skaðin størri enn hann sær út, og tí eiga fólk altíð at fara á skaðastovuna, um tey koma til skaða av fýrverki Tað er eingin grund til at ræðast fýrverk, tí um rætt verður atborið, er lítil og eingin vandi fyri at nýggjársritualið við at heilsa nýggja árinum vælkomnum við krúti gerst annað enn ein góð uppliving. Men hvørt ár um nýggjársleitið fáa skaðastovurnar í landinum vitjan av fólki, ið annaðhvørt hava verið óansin ella bara óheppin og hava fingið størri og smærri skaðar av fýrverki. Oftast er talan um fólk, ið hava fingið brandsár, men tað kemur eisini fyri at fólk fáa eygnaskaðar, hoyriskaðar ella hava meislað ella mist limir. Fyribirg Tað, sum eigur at liggja fremst í huganum í sambandi við skaðar av fýrverki nýggjársaftan er sjálvsagt fyribyrgingin av skaðum. Oftast standast skaðarnir av heimagjørdum fýrverki, ið ofta er nógv sterkari enn tað, sum fæst til keyps, og sum av góðum grundum ikki er eins trygt at nýta. Her eiga fólk við einum lítlum kinesara í búkinum at hugsa um, at heimagjørt fýrverk ikki bert kann skaða tann, ið ger fýrverki, men eins væl kann meisla onnur fólk. Full fólk og børn vísa seg at vera tey vanligastu offrini fyri fýrverksskaðum. Skaðar hjá børnunum kunnu fyribyrgjast við at greiða frá teimum frá vandunum, ikki lata tey í eldfim klæðir nýggjársaftan og keypa teimum verndarbrillur. Tá skaðin er hendur Men tá skaðin er hendur nyttar lítið at hugsað um hvat kundi og burdið verið gjørt. Vanliga er ikki talan um lívshóttandi skaðar, og tí er ikki orsøk at fara í panik. Bestu ráðini eru at koma undir læknahond sum skjótast. Á skaðastovuni í Havn mæla tey fólki til at møta upp hjá teimum skjótast gjørligt. Er talan um brandsár eru bestu ráðini at køla sárið niður beinanvegin, og so koyra tann skadda á skaðastovuna. Tað er umráðandi at fólk ikki undirmeta eitt brandsár, tí hóast tað kanska ikki sær út av so nógvum í fyrsta umfari, so kann søgan væl vera ein onnur næsta morgun. Tí eru bestu ráðini at koma til okkum at fáa sárið kannað - eisini um tað kanska ikki sær so grefligt út, siga tey av skaðastovuni í Havn. Um eitt fólk fær skaða í eyguni av fýrverki, eru bestu ráðini at halda seg frá at gera nakað sum helst við skaðan, men bara fáa tann skadda á skaðastovuna. Hvat ger man við fingurin Er man so óheppin at okkurt fýrverk brestir so ógvusliga í hondini, at fingrar ella pettir av fingrum skræðast av, ræður um at taka leysu kropspartarnar við sær á skaðastovuna. Í Føroyum eru avstandirnir til skaðastovur gjarna so stuttir, at tað ikki hevur tann stóra týdningin, hvussu avskræddir kropslimir verða handfarnir. Men hevur eitt fólk mist fingurin og tað gongur long tíð til tann skaddi kemur undir læknahond, eru bestu ráðini at køla tann mista fingurin. Hetta kann til dømis gerast við at leggja fingurin í ein plastposa og so leggja hendan í ein anna plastposa við køldum vatni. Er stutt á skaðastovuna er ikki neyðugt at køla tann mista fingurin, siga tey á skaðastovuni í Havn. Tað er tó ikki altíð at tað sæst so væl á hondini, tá okkurt fýrverk er brostið í henni. Men hóast hondin er intakt og sær út til at vera óskødd, so kunnu skaðar væl vera hendir undir húðini. Er okkurt brostið í hondini kann tað ofta gera skaða á æðrar og nervar innan fyri húðina, og tí er altíð best at fáa hondina kannaða, um nakað slíkt er hent, eru ráðini av skaðastovuni. Skaðastovan í Havn plagar ikki at vera øðrvísi mannað nýggjársaftan enn onnur kvøld. Skaðarnir av fýrverki plaga ikki at vera so øgiliga nógvir í tali, men stendur á, eru tilkallivaktir altíð til taks. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Aðalfundur Skipara- og Navigatørfelagsins: Brimil til viðgerðar Hósmorgunin hevði Føroya Skipara- og Navigatørfelag aðalfund í Norðurlandahúsinum. Størsti parturin av formansfrágreiðingini snúði seg um ósemjuna um nýggja vaktarskipið Brimil, sum enn liggur við bryggju í Noregi. Ellintur Abrahamsen hevði uppskot um, hvussu ein semja kann finnast Ellintur Abrahamsen, formaður, legði fyri við frágreiðing um virki felagsins í farna ári. Hann heldur, at árið 2000 hevur verið sera ójavnt sammett við onnur ár. Ellintur Abrahamsen greiddi frá teimum sáttmálunum, ið felagið hevur við teir ymsu skipabólkarnar. Tann parturin, ið var mest rúgvismikil, var um sáttmálaviðurskiftini fyri vaktar- og bjargingarskipini. Hesin sáttmálin kann sigast upp 1. mars 2002, men tó stendur í sáttmálanum, at "tá nýggj skip koma, skal samráðing vera millum Fíggjarmalastýrið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um bólking av teimum". Samráðingar hava verið millum Fíggjarmálastýrið øðrumegin og Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið hinumegin. Hesar samráðingar hava verið drúgvar, men eru endaðar úrslitaleysar. Stóri knúturin er, at fíggjarmálastýrið ikki vil eftirlíka teimum lønarkrøvum, sum fakfeløgini hava sett fram. Skipara- og Navigatørfelagið krevur, at yvirstýrimenn fáa minst 28.000 krónur um mánaðin, meðan stýrimenn skuldi fáa nakað lægri og skiparar nakað hægri. Ellintur Abrahamsen vísir á, at einki samsvar er millum arbeiðið, ábyrgd og løn. Tí skal Brimil flokkast øðrvísi enn Tjaldrið. Hann vísir tó á, at best hevði verið, um Brimil og Tjaldrið vórðu eins flokkað. Á fundi 16. oktober legði fíggjarmálastýrið nýggja lønaravtalu á borðið, sum bjóðaði skiparum eina mánaðarløn á 24.191 krónur. Hækkingin var 783 krónur. Ellintur Abrahamsen vísti á aðalfundinum á, at hetta uppskotið als ikki kundi góðtakast av tveimum orsøkum. Tann fyrra er, at lønarhækkanin er alt ov lág, og tann seinna er, at hon fevnir ikki um allar bólkar. Dagin eftir legði Skipara- og Navigatørfelagið sítt lønaruppskot fram fyri fíggjarmálastýrið. Har varð skotið upp, at 10% vórðu løgd afturat hjá einum dekkara í dag. Síðani skuldi lutfallið frá fyrsta sáttmálanum frá 1977 millum dekkara og 1. stýrimann, dekkara og yvirstýrimann og millum dekkara og skipara brúkast umaftur. Hesum uppskoti vildi fíggjarmálastýri ikki ganga á møti, og samráðingarnar slitnaðu. 20. oktober hevði Skipara- og Navigatørfelagið lýsing í útvarpinum, har boðað varð frá, at felagið noktar limum sínum at sigla við Brimli, tí sáttmálaviðurskiftini ikki vóru komin í rættlag. Limir kundu tó arbeiða umborð á skipinum. Steðga lønum Ellintur Abrahamsen vísti í formansfrágreiðingini á, at felagið hevði tvinnar kostir í at velja. Hvørgin var mjúkur. Annaðhvørt góðtók felagið treytirnar frá fíggjarmálastýrinum ella varð neyðugt at nokta limunum at sigla við Brimli. Formaðurin segði á aðalfundinum, at hóast fíggjarmálastýrið hevði hótt við at steðga lønargjaldingum, so var tað teimum greitt, at hetta var brot á sjómanslógina. Hann legði afturat, at tað hevði verið brot á bæði sjómanslógina og á avtalur millum Føroya Landsstýri og Skipara- og Navigatørfelagið, um skipari og manning sigldu við Brimli, tá eingin sáttmáli er millum partarnar. Nevndin boðaði frá, at felagið fór at gjalda lønir, um fíggjarmálastýrið fór at steðga lønarútgjaldingum. Fíggjarmálastýrið steðgaði lønunum hjá teimum, sum vóru á Brimli, 23. oktober. Gerast tænastumenn 1. desember kallaði fíggjarmálastýrið aftur til fundar. Fiskimálastýrið var eisini til staðar, og Kaj P. Mortensen skeyt upp, at manningin á vaktar- og bjargingarskipum blivu tænastumenn. Orsøkin er, at hetta hevði forða manningini í at fara í verkfall. Fíggjarmálastýrið vísti á, at so verður tænastumannafelagið umboð hjá skiparum og manning. Nevndin hevði tó eina greiða støðu hesum viðvíkjandi, sigur Ellintur. Um navigatørarnir skulu gerast tænastumenn, so skal Skipara- og Navigatørfelagið framvegis verða teirra umboðandi felag. Hetta var eitt krav. Fíggjarmálastýrið kom síðani við enn einum lønaruppskoti. Eisini varð sagt, at tað ber ikki til, at manningarfeløgini umboða limirnar, um teir gerast tænastumenn. Skipara- og Navigatørfelagið vrakaði eisini hetta uppskotið. Skipara- og Navigatørfelagið hevur í sambandi við lønarviðurskifti lagt uppskot fram tann 8. desember. Enn hevur Føroya Skipara- og Navigatørfelag einki svar fingið. Ellintur Abrahamsen sigur seg ikki vita, hvat fer at henda víðari í hesum málinum. Hann vónar bara, at garanti tíðin verður roknað frá tí, at skipið fer úr Noregi. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Vóni at verða verðandi tann sami Nýggi býráðsformaðurin í Runavík vónar ikki, at hann fer at missa seg sjálvan burtur, hóast hann nú verður almennur persónur. Og hann væntar gott samstarv við komandi starvsfelagarnar í býráðnum Persónslýsing Hóast hann longu er við at umstilla seg til at vera politikkari og tann, sum myndar Runavíkar Kommunu, hevur Rodmund Nielsen av Glyvrum ta vón, at hann ikki fer at misa seg sjálvan burtur í tí at vera almennur persónur. Hann situr í eini lítlari skrivstovu innan fyri hillarnar við billutum á Statoil støðini í Saltangará. Tann 34 ára gamli, komandi býráðsformaðurin í Runavík, Rodmund Nielsen, sum fram til nýggjárs er støðleiðari hjá Statoil í Saltangará. Hann hevur verið í starvi hjá felagnum í 10 ár. Hevur millum annað havt við skipsbunkringar at gera og leitt oljusøluna í Eysturoynni. Nú eru útlit til at hann fer úr felagnum. Í hvussu er ta tíðina, hann verður býráðsformaður. Men Statoil hevur lovað honum, at eit starv verur at koma aftur til, sigur hann. Úti í handilshølinum munnu starvsfólkini hava vant seg við at hava ein almennan persón í húsinum. Tí eingin ivi er hjá teimum um, at blaðmaðurin, man ætla at hitta leiðaran. >>Ger so væl. Far bara inn. Hann situr har inni<<, eru boðini, ein smílandi, ung kvinna gevur, tá eg, lastaður við skriviamboðum og fototóli, komin inn. Og har inni í lítla rúminum situr komandi borgarstjórin og riggar av, sum hann sjálvur sigur. Klæddur í blálitta arbeiðsbúnan hjá Statoil við búmerkjum her og har. Tað fyrsta, ein leggur merki til við manninum, eru tey smílandi eyguni og tann gránandi vangin, hóast hann bert er miðskeiðis í tríatiárunum. Men sum vit, ið hava tað prýðið, plaga at taka til: >>Bara ein >>charma<< aftrat<<. >>Kom lat okkum heldur fara út í kaffistovuna. Her er so trongligt<<, heldur hann og biður á vegnum eitt av handilsfólkunum fáa hendur á nøkrum rundstykkjum og kaffi at bjóða blaðmanninum. Rodmund Nielsen greiðir frá, at eins og nógv onnur, fluttu foreldur hansara til kommununa, tí arbeiði fekst har. Bæði vóru tey ættað úr Vágum, men pápin fekk starv í Føroya Banka í Runavík, og tey fluttu inn á Glyvrar. So hóast Rodmund Nielsen er uppvaksin í kommununi, hann nú verður formaður fyri, sigur hann seg kortini verða ættaðan uttaneftir. Men konan Eyð er innfødd. Heiðafólk burturav, sigur Rodmund. Grógvin føst í Heiðajørðina, hóast hon nú er endað við at arbeiða í Tórshavnar Kommunu. Hon situr á Skrivstovuni hjá Vestsalmon í Kollafirði. >>Tað er nú ikki so galið<<, flennir komandi býráðsformaðurin, <>Havið<< hjá Boga Hansen á hvørt borð. Óli Jacobsen legði fyri við at lesa burtur úr ársfrágreiðingini. Ársfrágreiðingin er hesaferð upp á 96 síður, og formaðurin last tí bara brot burtur úr henni. Óli Jacobsen legði fyri við at taka í sáttmálaviðurskiftini. Sáttmálin kundi sigast upp til 1. december, men hava parrtarnir gjørt av at flyta ta freistina til 1. februar komandi ár. Orsøkin er, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum, at ivi er um, hvussu verður við eftirlønarviðurskiftunum, og tí vilja partarnir ikki gera nakran sáttmála, fyrr enn teir vita, hvussu tey viðurskiftini verða. Óli Jacobsen vísti á, at í Íslandi var ein óheppin skipan, sum føroyingar eiga at sleppa undan. Her vilja vit hava, at ein eftirløn kemur oman á eina brúkiliga fólkapensión og ikki tekur burtur av henni, segði Óli Jacobsen. Finnast skuldi fram til, um vit skulu hava eina persónliga ella eina solidariska - samhaldsfasta- skipan. Og her vildi formaðurin fegin hava viðmerkingar frá limunum. Annars boðaði hann frá, at fiskimenn vera kunnaðir um málið í FF Blaðnum. Óli Jacobsen vísti á, at serligur sáttmáli er fyri svartkjasftaskipið Næraberg. Og hann fegnaðist um Næraberg á tann hátt, at Næraberg hevur gjørt tað møguligt hjá ungum fólki at sleppa til skips. Her hugsar hann um, at skipið krevur nógv fólk, og nýtt fólk, sum annars hevur trupult við at sleppa við verandi flota, fær ein møguleika her. Annars metti Óli Jacobsen, at ein mynstringartíð upp á fýra mánaðar er alt ov long. Hann kundi í hvussu er ikki droymt um sjálvur at verið so leingi burtur. Her vísti formaðurin til grannalond, sum hava skipan upp á seks-átta vikur. Og eitt, sum menn als ikki skulu finn a seg í er, at teir kortini eru longri umborð, enn hesar fýra mánaðarnar. Tað eigur als ikki at koma fyri. Í umrøðuni av ymsu skipabólkunum segði formaðurin, at ídnaðarskipini eru við at fara í søguna. Tey hendinga skipin,i sum enn eru eftir, eru við at fara á norskar hendur. Fyri 25 árum síðan vóru ikki færri enn 40 føroysk ídnaðarskip, meðan vinnan í dag er at kalla útdeyð. Formaðurin gleddist um ein felags áhuga við reiðararnar um at fáa besta prísin fyri fiskin. Hetta hevur gjørt, segði Óli Jaoobsen, at prísirnir eru óhoyrt høgir, tí alt nú verður selt í fríari kapping. Hetta við fríu kappingini metti hann, at Fiskimannafelagið eigur stóran part av æruni fyri, tí felagið var tað fyrsta, sum fór at tosa um marknaðarbúskap í vinnuni. Hann vísti á talvu í ársfrágreiðingini, sum vísir fiskaprísirnar í Føroyum og grannalondunum. Her liggja vit nakað nógv hægri enn eitt nú íslendingar. Tí í Íslandi er enn tann skipan galdandi, at skip og virki hoyra saman, so at siga. Við tí úrlsiti, at fiskurin er markaður til ávíst virki, at kalla áðrenn hann verður veiddur. Arbeiðsloysisskipanin er ikki til stóra nyttu fyri fiskimenn, segði Óli Jacobsen. Tá skipanin byrjaði, var hon fín. Men seinni er so tað hent, at fiskimenn og alment kontórfólk verða flokkað saman, og tað ger so, at skipanin fyri fiskimenninar er at kalla til onga nyttu, segði formaðurin í ársfrágreiðingini. Formðaurin í Føroya Fiskimannafelag fýlist á samskiftið við Fiskimálastýrið. Hann vísti á, at í onkrum føri hevði bræv frá Fiskimannafelagnum ligið í Stýrinum í áravís, uttan at svar var komið. Hann vísti eisini á, at fiksimannafelagið altíð átti at vera á varðhaldi, tá eitthvørt kom úr landsstýrinum, tí ofta vísti tað seg, at talan fór at vera um at taka rættindi frá fiskimanninum. Og royndirnar vísa, segði Óli Jacobsen, at tað kann gera tað sama, hvørjir flokkar sita í samgongu. Har er eingin munur. Føroya Fiskimannafelag hevur 90 ár á baki. Felagið fekk rættiliga skjótt sáttmála fyri limirnar, og var hetta fyrsti sáttmáli, sum gjørdur var á føroyska arbeiðsmarknaðinum yvirhøvur, segði Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, í ársfrágreiðing síni. Hann vísti á, at framvegis gongur tað hóast alt væl í so máta hjá Fiskimannafelagnum, hóast nógv verður lagt í vegin. Og í mongum førum eru føroyskir fiskimenn betri fyri, enn starvsfelagarnir í grannalondunum, segði Óli Jacobsen. Serliga fegnaðist Óli Jacobsen um ta serligu skattaskipan, sum fingin er fyri fiskimenn, og sum fólk yvirhøvur tóku undir við, hóast eitt nú Búskaparráðið hevði >>fingið øgiliga ilt í reyvina av hesum her<<, sum hann tók til. At enda nevndi Óli Jacobsen, at eisini hevur teldutøknin gjørt innrás á Fiskimannafelagnum. Felagið er í ferð við at byggja upp egna heimasíðu á Internetinum, har eitt nú ársfrágreiðingin longu liggur. Sleppast kann inn á síðuna við at fara inn á www.fiskimannafelag.fo Rúnar Reistrup - runar@sosialurin.fo Alnót fekk GSM loyvi Við loyvinum frá Vinnumálastýrinum at veita GSM tænastur, hevur telefelagið Alnót nú øll sløgini av fjarskiftisloyvum, sum kunnu fáast í Føroyum Mikudagurin í hesi vikuni gjørdist seinasti dagur, har Føroya Tele var einsamalt á marknaðinum fyri sølu av fartelefontænastum. Hósdagin fekk næststørsta telefelagið í landinum, Alnót, nevniliga loyvi frá Vinnumálastýrinum at veita GSM tænastur í Føroyum. Alnót er higartil einasta telefelagið umframt Føroya Tele, sum hevur fingið hetta loyvi. Sambært einum tíðindaskrivi, sum Alnót hevur sent út í sambandi við loyvisveitanina, fer felagið í fyrstu atløgu at gera íløgur fyri einar tredivu milliónir krónur. Hendan íløga skal ætlandi gera tað møguligt hjá telefelagnum at veita íbúgvum í Tórshavn, Skálafjørðinum og pørtum av Eysturoynni og Klaksvík fartelefontænastur. Sjálvt væntar felagið, at hetta fer at gerast møguligt longu í summar. Telefelagið Alnót hevur frammanundan fingið øll tey fjarskiftisloyvir, sum kunnu fáast í Føroyum, og felagið ætlar eisini sær bæði inn á marknaðin fyri telefonsamrøður um fasta telefonnetið, og inn á marknaðin fyri internettænastur. Á hesum báðum økjum væntar felagið at kunna bjóða seg fram í apríl mánaði komandi. Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Gjørdist sambandsmaður í barnaføðingardegi Nýggi bygdarráðsformaðurin í Sørvági hoyrdi so nógv um politikk í familjuføðingardøgunum, at hann gjørdi av at fara aktivt upp í hetta og gerast sambandsmaður burturav Persónslýsing Eivind Jacobsen tekur á nýggjárinum við sum bygdarráðsformaður í Sørvági. Og tað er ein einmælt avgerð í bygdarráðnum, at hann skal verða formaður komandi fýra árini. Men ikki er tað heilt ókent fyri honum heldur, arbeiðið í bygdarráðum. Hann hevur sitið í bygdarráðnum i Sørvági síðan 1992. Fyrst fýra ár sum næstformaður, síðan sum vanligur limur, og nú hann er valdur triðju ferð, verður hann formaður. Hann er 43 ára gamal, hesin erka sambandsmaðurin, sum sigur seg vera sørving burturav, ið føddur er í Skopun. Og hann gjørdist sambandsmaður í barnaføðingardøgunum í familjuni, har onkur var, sum altíð vartaði upp við politiskum hugsanum. Tá vóru tvey ting at velja ímillum, sigur Eivind. At fara aktivt upp í politiskt arbeiði ella púra at fáa vaml. Sálvur valdi hann tað fyrra, og hevur higartil hildið seg til kommunalpolitikkin. Hann hevur verið formaður í Vága Sambandsfelag og sigur seg vera ein av teimum sambandsmonnunum, sum ganga inn fyri víðfevnandi broytingum á ríkisrættarliga økinum. Hann er maskinsmiðurog arbeiðir sum sløkkiliðs- og arbeiðsleiðari á flogvøllinum. Tað er leygardagur seinnapart. Tað skýmir, og perur og annað jólapynt skyggir í hvørjum vindeyga í Sørvági, tá vit koyra oman gjøgnum bygdina fram við kommunuskrivstovuni, sum nú er prýdd við búmerki á galvinum. Snara til vinstru og niðan brekkuna, har konan Asta tekur ímóti, tá bankað verður uppá. Asta, sum eisini er úr Sørvági, arbeiðir í bankanum, og tey eiga trý børn. Yngsti sonurin, sum er inni, nú Sosialurin vitjar, heldur kortini, at tað skuldi verið flokslærarin, sum eisini er bygdarráðslimur, ið gjørdist formaður heldur enn pápin. Tí so høvdu tey helst fingið fleiri frítímar úr skúlanum. Tung skuldarbyrða Sørvágur var ein av teimum hygdunum, sum varð hart rakt av kreppuni í nítiárunum. Skuldin var rættiliga stór, og av tí sama er alt ov lítið gjørt seinnu árini, annað enn at gjalda skuld niður. Men tað hevur Sørvágs Kommuna so gjørt afturfyri. í 1992 var skuldin 40 milliónir, og er í dag komin niður á 15 milliónir. Men so er so mangt annað, sum átti at verið gjørt, sum hevur ligið og bíðað. Og hóast tað sær betri út nú, kann ikki væntast, at tað hendir so øgiliga nógv beinanveg kortini. Tí íløgujáttanin hjá Sørvágs Kommunu er bara 3,4 milliónir. Annars er Sørvágs Kommuna sera tung at reka, sigur Eivind Jacobsen. Bygdin er soleiðis háttað, at bara komunalu vegirnir eru heilar 10 kilometrar til longdar. Havn er sum skal haldast, og skúli er eisini, sum Sørvágs Kommuna skal reka einsamøll. Hann nevnir grannarnar, Miðvág og Sandavág, sum samstarva um bæði havn og skúla. Og tað sigur seg sjálvt, at tað er lættari. Ein stórur partur av kommunuskuldini í Sørvági stavar frá nýggja skúlanum, sum bygdur varð í áttatiárunum. Og samstundis sum alt annað leyp undan, misti Sørvágs Havn eisini ein stóran part av sínum inntøkum, tá farmaskipini góvust at sigla til Sørvágs. Avgreiðslurnar vóru niðurlagdar, og allar avskipingar fóru um Tórshavnar Havn, hagar fiskurin, sum útflutur verður, varð fluttur við bili. Tað er greitt, at slíkt merkist, sigur Eivind Jacobsen, nýggjur bygdarráðsformaður í Sørvági. Átroðkandi mál Onkur rættiliga átróðkandi mál eru, sum nýggja bygdarráðið eigur at fáa avgreidd, sigur Eivind Jacobsen. Eitt er at fáa landsvegin gjøgnum Sørvág til Bíggjar gjørdan. Og eitt annað er at fáa gjørt ídnaðarøki klárt til at taka í móti eini komandi oljuvinnu. Í hesum seinna førinum hugsar hann um at gera iett ídnaðarøki oman fyri flogvøllin, við gráa eingilskmannahúsið. Her verður tó neyvan nøkur byggibúgving gjørd beinanveg. Heldur verður bíðað eftir, hvar ein møgulig olju- ella útgerðarhavn verður løgd. Men økið liggur væl fyri beint við flogvøllin, og eingin ivi er um, heldur nýggi bygdarráðsformaðurin í Sørvági, at flogvøllurin fer at spæla ein týðandi lut í eini komandi oljuvinnu. Her eigur at fáast eitt neyvari samstarv millum kommunurnar í Vágum, heldur Eivind Jacobsen. Hitt stóra málið, sum má fáast frá hondini sum skjótast, er nýggi bíggjarvegurin. Samtykt er, hvussu hann skal liggja, og so er bara at koma í gongd, heldur bygdarráðsformaðurin. Vegurin skal gerast av nýggjum oman gjøgnum bygdina, oman móti sandinum. Har fer hann at sneiða út við landinum, til hann verður bundin í verandi veg til Bíggjar. Nakrir fyrispurningar um grundstykki í Sørvági eru eisini. Og tað er eingin trupulleiki, sigur Eivind Jacobsen. Grundstykki eru til. Bæði kommunal og privat. Hann væntar tó ikki, at tað verður nøkur bíðirøð sum so, tá undirsjóvartunnilin verður liðugur. Men eina javna tilgongd væntar hann. Og fólk , sum ætla at seta búgv í Sørvági,noyðast at byggja, tí so at siga eingi hús standa tóm í bygdini. Men barnaansing hevur Sørvágur ongar trupulleikar av. Bygdin fekk barnagarð í teimum ringastu tíðunum i nítiárunum, og tørvurin er nøktaður sum er. Av arbeiðsplássum í Sørvági eru tað tey vanligu í fiskivinnuni umframt tey, sum eru á flogvøllinum. Hóast flogvøllurin hvørki er kommunal- ella landsuppgáva, men danskur burturav, hevur tað sjálvandi størsta áhuga fyri sørvingar, hvat hendir har uppi. Og Eivind Jacobsen harmast um, at tað dregur út við útbyggingum, sum hann metir vera dotna niður í millum føroyskar og danskar myndugleikar í fullveldismálinum. Væntar meira samstarv Lokalpatriotisman er við at fara, metir Eivind Jacobsen, nýggjur bygdarráðsformaður í Sørvági. Hann væntar eina kommunusmanlegging nakað skjótt. Tað er bara ein spurningur um tíð, metir hann. Tá Løgtingið hevur sett sær tað sum mál, man lítið vera at ivast í, at so verður, heldur hann. Hann ætlar ikki, at tað skulu verða tær stóru broytingarnar við persóninum Eivindi Jacobsen, hóast hann nú er vorðin bygarráðsformaður. Hann fer framvegis at røkta Suðurtriðing og hava bátin, sum hann hevur saman við beiggjanum, liggjandi í bátahylinum. Men eitt vænti eg, leggur konan, Asta skemtandi uppí. Nú báðir røktingarmenninir eru vorðnir ávikavist formaður og næstformaður í bygdarráðnum, verður lovaða vetrarfriðingin av bygdini gjøgnumførd heilt skjótt. Eivind leggur seg aftur á í stólinum yvir av mær. Leggur samanløgdu hendurnar undir nakkan, smílist hinumegin kaffikannuna og sigur einki. Tað fáa vit at síggja, tekur hann so aftur í aftur eina løtu seinni. Men ítróttinum ætlar hann iki at sleppa. Serliga er tað fótbólturin, sum stendur nær. Eivind hevur verið nevndarlimur í SI. Eitt nú í tíðarskeiðnum, tá nýggja húsið við fótbóltsvøllin varð bygt. SÍ luttekur bara í yngru deildunum, so tá talan er um vaksnamannadeildirnar, er tað FS Vágar, tosað verður um. Og so plaga tey at fara Upp á tá. Tað ganga tey høgt uppí heima hjá nýggja borgarstjóranum í Sørvági. Rúnar Reistrup - runar@sosialurin.fo Eg lovi at... Ársskiftið er tíðin har bæði verður litið frameftir og aftureftir ísenn - eitt ár hvønn vegin, og verður tí av nógvum nýtt sum tíðin, tá stungið verður út í kortið hvat dentur skal leggjast á í næstu framtíð. Útfrá royndunum og upplivingunum frá brátt farna ári í afturlítandi klárskygni ber til at seta sær mál frameftir. Hvat skal broytast og hvat skal halda fram sum tað er. Vit hava bjóðað nøkrum av almennu persónunum í landinum at koma við sínum nýggjárslyfti til Føroya fólk. Lyftir eru í sær sjálvum bindandi fyri tann, ið givið hevur lyftið. Og vóru tað ikki øll, ið høvdu hug at gera nýggjárslyftir, og onnur hildu tað era best at halda lyftini fyri seg sjálvan Men nøkur hættaðu sær kortini at lova, og vit prenta her teirra lyftir fyri komandi árið. Jenis av Rana, tingmaður og formaður Miðfloksins: Besta lyfti, eg kann geva Føroya fólki fyri nýggja árið, er at lova at halda meg nærri Gudi. Hann er jú ráðgevarin fram um allar, Hann heldur øllum í sterku hond sínari, Hann hevur alt vald, kemur øllum til hjálpar, sum kalla á Hann og Hann hevur síðsta og avgerðandi orðið í øllum viðurskiftum lívsins. Vit hava m.a. hetta lyftið( í brævi Jákups): haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda seg nær tykkum. Og so lovar hann eisini, at tann, ið setur álit sítt á Harran, verður ikki til skammar! So betri lyfti enn at halda seg nær Honum kann ikki gevast.. Og tað verður eisini ráð mítt til hvønn eistakan føroying viðvíkjandi nýggja árinum- halt teg nærri Honum, sum elskar teg, sum virðismetir teg, sum bíðar eftir tær og sum ynskir at stýra dagliga degi tínum. Frá Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins Nýggjárslyfti fyri meg kann merkja so nógv. Spurningurin er m.a., hvørjum tú gevur eitt lyfti, hví og hvussu forpliktandi tað skal verða. Fyri meg hava nýggjárslyftir ongan serligan týdning. Í einum stjórastarvið sum á SL gevur tað ikki nógva meining bara einaferð um árið at geva lyftir - tað skulu leypandi gevast stór og smá lyftir og tey skulu so vítt gjørligt haldast. Hinvegin skulu ikki gevast lyftir, sum ein ikki kann halda. Ofta hoyra vit, at lyftir verða givin til at koma sær burturúr onkrum trupulleikum ella viðskiftum, sum kunnu hava skaðilig ella óheppin áðrin á teg sjálvan ella onnur, sum standa tær nær. Talan er kanska um lyftir ein útsetur og bíðar við til ársenda og sum kanska bara er ein undanførsla fyri at nakað hendir álíkavæl. Annars hoyrist ikki nógv um, at broytingar eru hendar við lívinum hjá fólki orsaka av nýggjárslyftum - so í veruleikanum skal nakað heilt annað til at fyri broyta vanar og annað, eitt nú hvat er sjálvt endamálið og síðan viljastyrki. Í mínari verð sum stjóri handlar tað í størri mun um at seta sær mál, gera ársætlanir, ársfíggjaræltanir og á henda hátt geva lyftir av øllum møguligum slag, sum forplikta uppá ymsar mátar. Tað verður ov drúgvt at nevna, hvørji lyftir talan kann verða um at geva á SL, men eg kann siga, at talan er um nógvar spennandi stórar og smærri uppgávur, sum vit fara at seta okkum fyri at loysa komandi ár, eitt nú at gera eina strategiska útbúgvingarætlan fyri øll starvsfólkini, skipabyggingar o.a. Helena Dam á Neystabø Landstýriskvinna Sjálvstýrisfloksins við almanna- og heilsumálum: Við ábyrgd fyri bæði almanna- og heilsumálum og fyri helvtini av fíggjarlógini skal mítt nýggjaárslyfti fyrst og fremst vera, at skapa so nógva gleði, so stórt nøgdsemi og so rættvísar almennar skipanir sum yvirhøvur møguligt. Á almannaøkinum eru stór framstig hend hesi seinastu árini, og serliga eru tað fólkapensjónistarnir, sum hava fingið ein hart tiltrongan framburð. Eitt av nýggjaárslyftum mínum skal vera, at í ár 2001 skal Løgtingið taka støðu til, hvussu vit tryggja føroyskum pensjonistum trygg og góð pensjónsviðurskifti í framtíðini. Ein sjálvsagdur mannarættur er at hava ein góðan og virðiligan bústað, millum okkum eru tað nøkur, sum orsaka av einum og hvørjum breki, ikki sjálv eru før fyri at útvega sær ein tílíkan bústað. Í 2001 skal ein ætlan leggjast, sum tryggjar øllum borgarum við breki rætt til ein virðiligan bústað í framtíðini. 2001 verður eitt avgerðandi ár fyri framtíðarstøðu Føroya. Fólkið skal taka støðu til eina miðvísa sjálvstýristilgongd, og vit skulu semjast um at taka ábyrgd av egnum landi. Mítt nýggjaárslyfti er at savna heldur enn at spjaða, at menna samanhald heldur enn sundurlyndi, og at tryggja at ein stórur meiriluti stendur aftanfyri avgerðirnar. Mít nýggjaárslyfti og ynski skal tí vera, at tryggja, at tann sjálvstýristilgongd, sum fólkið skal taka støðu til í vár, er so haldgóð, so trygg og so sannførandi, at ein stórur meiriluti av Føroya fólki tekur undir við henni. Vit áttu í felag at givið hvørjum øðrum ta nýggjárslyfti, at tað skal verða stuttligari, betri og ein størri avbjóðing at vera føroyingur í framtíðini. Edmund Joensen, tingmaður og formaður Sambandsfloksins: Sosialurin hevur heitt á meg, um at orða eitt nýggjárslyfti, sum er viðkomandi fyri føroya fólk. Tað vil eg fegin gera. Sambandsflokkurin fer í 2001, framhaldandi at arbeiða hært fyri at varðveita tey rættindi, frælsi og fríheit, sum ríkisfelagsskapurin gevur: vit skulu framhaldandi hava ríkisborgararættindi í øllum ríkinum verandi rættur til hægri útbúgvingar skal ikki takast frá føroyska ungdóminum rætturin til sjúkraviðgerð uttanlanda, skal varðveitast tey veiku í samfelagnum skulu hava trygg kor vælferðarsamfelagið skal mennast og varðveitast Føroyar skulu framhaldandi gerast meira sjálvbjargnar komandi ættarlið skulu hava fjølbroyttar møguleikar í altjóða høpi og vit skulu skapa vinnulívinum kappingarførar karmar, bæði her heima og í altjóða høpi. Hesum fara vit at arbeiða fyri í 2001. Tí fer Sambandsflokkurin eisini í komandi ári at arbeiða ímóti loysingarætlanini hjá landsstýrinum. Torleif Sigurðsson, formaður fyri Fótbóltsamband Føroya Føroyskur fótbóltur hevur á øllum økjum seinastu 10 árini verið í stórari menning. Avbjóðingarnar hava verið stórar og spennandi. Vit hava fingið fleiri yrkisleikarar. Alt gott um hetta at siga, men latum okkum ikki gloyma, at tað berandi og tað sum hevur skapt henda møguleika, er tað megnar arbeiði, ið gjørt verður runt um í okkara feløgum. Tey fíggjarligu krøvini gerast tyngri og tyngri... Mín vón skal vera, at vit duga hóvsemi, og at persónlig fíggjarlig girnd ikki skal skaða okkara best umtóktu ítróttargrein. Men at vit eisini í framtíðini standa saman sum ein maður. Soleiðis at vit um 10 ár kunnu ásanna, at vit eru komin enn longur á leið. Hesum vil eg virka fyri. Høgni Hoydal, varaløgmaður Í komandi ári kann eg lova, at eg ikki sum politikari fari at lova gull og grønar skógir. Ongar patentloysnir og bíligar útgjaringar. Bert miðvíst arbeiði, sum kann geva betringar yvir longri tíðarskeið. Jóannes Eidesgaard, tingmaður og formaður Javnaðarfloksins: Hóast Javnaðarflokkurin hevur verið sera virkin í andstøðu, og hóast vit framvegis eru í andstøðu, so vil tingmanningin leggja seg munandi meira eftir at marknaðarføra egnan politik, heldur enn bert at taka støðu til útspælini frá landsstýrinum. Harumframt fari eg sum floksformaður at leggja meg eftir at fáa samstarvið við limafeløgini at virka betur, soleiðis at so nógv sum gjørligt fáa ávirkan á virkna politikkin. Persónliga vil eg leggja meg eftir at vera meira positivur, tó uttan at missa kritiska partin burtur Rúnar Reistrup - runar@sosialurin.fo Sig sigar Nýggjársaftan er sigarkvøld hjá heilt nógvum - einasta sigarkvøld á árinum hjá nokkso nógvum. Men hvat er ein góð sigar og hvussu skal hon roykjast? Vit hava keypt eina sigar í einasta rættiliga sigarhandlinum í Føroyum, handlinum hjá Thorstein Arge á Kongrabrúnni í Havn Ja, hvat kann man hjálpa hesum báðum flottu damunum við? Spyr djúpmælti maðurin handan diskin, og tær báðar eldru kvinnurnar fremst í køini seta orðini í hálsin tvær ferðir, áðrenn onnur spyr eftir einum av teimum dýraru tendrarunum, sum liggja í handilsdiskinum. Hann er blíður og tíður, Thorstein Arge, og til tíðir eitt sindur speiskur sum hann stendur har aftan fyri diskin í gamla handlinum hjá Oscar Arge. Handilin keypti hann í 1988 frá pápabeiggjanum, sum stovnaði hann á ólavsøku í 1938. Síðan tá hava hvørki handilsnavnið, staðið ella útsjóndin broytt seg. Eg skal hava eina sigar, sigi eg, sum eri næstur, og seinastur, í køini. Nú eru vit á heimavøllinum hjá handilsmanninum. Á vegginum aftan fyri diskin standa stórir sigarkassar á ovaru hillunum. Á miðaru hillunum smærri sigarpakkar, seruttir og sigarillir, og á niðastu hillunum sigarettir. Men Thorstein Arge kemur út um diskin, og opnar hurðina til eitt træskáp, sum í veruleikanum er ein heimagjørd humidor, tí tað er her hjartabørnini liggja. Kubanar eru ov dýrir Eg havi tíverri ongar kubanskar, tí tað vísir seg at tær eru eitt vet ov dýrar til kundagrundarlagið her í Føroyum. Eg sleppi ikki av við tær. Men tær dominikansku standa nú ikki nógv aftanfyri, og tær havi eg, sigur handilsmaðurin. Hóast tímalønirnar hjá kubansku sigarrullarunum neyvan teljast millum tær hægstu, so eru kubansku sigarirnar nógv tær dýrastu. At tær eisini eru tær bestu ger, at tær hava sama pláss millum sigarnjótarar, sum Bordeux vínini hava millum vínkennarar. Men Kuba hevur ikki einkarætt upp á vælsmakkandi royk. Tann Dominikanska Republikkin hevur verið sigarframleiðari alla farnu øld, og sigarirnar haðani hava sera gott orð á sær. Eftir kubansku kollveltingina rýmdi ein stórur partur av sigarframleiðarunum á Kuba til grannalondini - teir flestu til Dominikansku Republikkina - og hetta sást sjótt aftur á dominikansku sigarunum. So tað er ikki av tilvid at fremstu hjartabørnini í humidorini hjá handilsmanninum á Kongrabrúnni koma frá Dominikansku Republikkini. La Corona eita sigarnirnar, og kosta hálvfjers krónur stykki. Hesar selji eg nógvar av. Og tá eg lati handilin aftur í morgin klokkan tvey fyri seinastu ferð hetta árið, verður tað ein kassi av hesum eg taki heim við til nýggjárshaldið, sigur Thorstein. Kassin kostar 1450 krónur. Sigarir eru blivanr populerar Hendan tíðin beint áðrenn gamlaárskvøld er besta sølutíðin fyri sigarir. Men sølan er nú slett ikki so vánalig restina av árinum heldur. Sigarsølan kring allan heim minkaði støðugt í nógv harrans ár, til vend byrjaði at koma í einaferð fyrst í hálvfemsunum. Tá byrjaði sølan at batna í USA, og hendan gongdin hevur breitt seg til Europa og síðstu árini eisini her upp til Føroya. Tað er blivið populert at roykja sigar aftur, og tað merkist væl, sigur Thorstein Arge. Hansara viðskiftafólk eru úr øllum aldursbólkum, og eisini nógvir yngri føroyingar hava fingið smakk fyri ti, sum sigarin hevur at bjóða. Hvussu skal ein sigar roykjast? Tað fyrsta ein má gera er at fáa hol í endan. Har hevur man sigarsaksar og sigarguillotinir at taka til, men eg plagi at gera soleiðis, sigur Thorstein Arge og festir í ein svávulpinn, letur hann brenna eitt sindur, og skavar síðan øskuna av honum. Síðan stingur hann varliga eitt hol í endan á sigarini við tí nú spíska endanum á svávulpinninum. Hatta við at bíta endan av sigarini er nakað sum cowboyar gera. Ikki nakað man sjálvur skal gera, tí tað oyðileggur oftast dekkblaðið og so er sigarin klár at blaka vekk. Eitt lítið hol gevur ivaleysa góðan trekk ígjøgnum sigarina, sigur Thorstein og tendrar sigarina við einum svávulpinni. Fyrr segði man altíð, at ein sigar ikki mátti tendrast við tendrara. Men gasstendrararnir hava so reina flammu, at teir kann man eisini gott brúka. Men ein bensintendrara má man endiliga ikki brúka. Hvussu leingi tekur tað at roykja eina góða sigar? Leingi. Tað ræður um at hava góða tíð og roykja sigarina soleiðis, at hon bara akkurát klárar at halda glóðini. Hetta er ikki hastverk, sigur Thorstein og bjóðar næsta kundanum vælkomnum. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Vandi fyri at landið verður lagt lamið næstu er tað fer at kava Ósemja hevur aftur tikið seg upp ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Landsverkfrøðingin um arbeiðsviðurskiftini hjá teimum, sum rudda kava av vegunum Tað skal ikki koma óvart á nakran um øll kavarudding hjá Landverkfrøðinginum brádliga heldur uppat ein av fyrstu døgunum. Kavaruddingin hjá Landsverkfrøðingin er ein lívsæðrin í samfelagnum, tá ið tað kavar, tí tað er henni fyri at takka, at øll samferðslan eftir landi kann haldast gangandi. Verða vegirnir ikki ruddaðir fyri kava, fer tað tí at leggja næstan alt landið lamið, um hann legst við kava. Umframt at rudda kava av vegunum, ger Landsverkfrøðingurin eisini nógv burturúr at stroyða sand og salt á vegirnar, tá ið tað er hált, og tað arbeiðið fer sostatt eisini at halda uppat. Orsøkin til at kavaruddingin er í vanda, er, at ósemja hevur aftur tikið seg upp ímillum Landsverkfrøðingin og Føroya Arbeiðarafelag um arbeiðsviðurskiftini hjá teimum, sum rudda kavan. Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur at støðan er so snøgg: Fáast viðurskiftini ikki í rættlag, sleppur fólkið heldur ikki at rudda kava og so heldur øll kavarudding uppat. Tað var sama skilið í fjør, tá í ósemja tók seg upp um kavaruddingina. Tann ósemjan endaði við, at avtala varð gjørd í vár ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Landsverkfrøðingin um treytirnar hjá teimum, sum rudda kava og sostatt slapst undan at samferðslan varð løgd lamin ta ferðina. Men tað er hendan avtalan, sum Landsverkføðingurin nú ikki vil halda, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Hon sigur, at Føroya Arbeiðarafelag hevur fingið ein fleiri klagur frá teimum, sum rudda kava um, at Landsverkfrøðingurin vil ikki halda avtaluna, sum varð gjørd seinasta vár. Hon sigur, at Føroya Arbeiðarafelag hevur biðið teir, sum rudda kava um eina frágráðing. Tá ið hendan frágreiðingin er komin, fara vit at taka støðu til, hvat skal gerast. Av tí, at frágreiðingin ikki er komin frá monnunum, fær hon ikki sagt, akkurát, hvørjar partar av avtaluni, tað er, sum Landsverkfrøðingurin ikki vil halda. Skal haldast Ingeborg Vinther leggur dent á, at tað verður ikki talan um at samráðast um eina nýggja avtalu við Landsverkfrøðingin um kavaruddingina. Vit hava gjørt eina avtalu, sum báður partar hava undirskrivað. Men vil Landsverkfrøðingurin ikki halda hana, so má stovnurin eisini taka avleiðingarnar av tí, sigur hon. Hvørjar avleiðingar hugsar tú um. Er tað, at kavaruddingi heldur uppat? Ja, tað ger tað heilt vist. Vil Landsverkfrøðingurin ikki halda avtaluna, heldur øll kavarrudding uppat. Ingeborg Vinther sigur, at tað var líka við, at øll kavarudding helt uppat beint fyri jól. Men so váttaði Landsverkfrøðingurin, at hann vildi ganga undir okkara treytir til 3. januar, tá ið málið so skal takast uppaftur. Tað vil siga, at tað verður arbeiðsfriður til mikudagin. Hvussu verður eftir tað, veldst so alt um, hvussu tað eydnast at semjast um avtaluna, sum partarnir gjørdu í vár. Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Landsverkfrøðingurin: Vit vita ikki hvat er galið Vit eru sinnaðir at halda avtaluna um kavarudding og vit skilja ikki, hvat er galið, sigur Oyvindur Brimnes, Landsverkfrøðingur Vit eru sinnaðir at at halda avtaluna við Føroya Arbeiðarafelag um kavarudding í odd og egg. Og tað gera vit eisini. Oyvindur Brimnes, Landsverkfrøðingur, sigur, at hann skilir ikki rættiliga atfinningarnar frá Føroya Arbeiðarafelag ímóti stovninum fyri ikki at halda avtaluna, sum varð gjørd í vár, um kavarudding. Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, at fleiri av teimum, sum rudda kava, hava klagað um, at Landsverkfrøðingurin ikki vil halda avtaluna um kavarudding. Og hon sigur at støðan er gangandi greið: Vil Landsverkfrøðingurin ikki halda avtaluna, má hann eisini taka avleiðingarnar av tí. Og avleiðingarnar eru, at øll kavarudding heldur uppat. Oyvindur Brimnes sigur, at hann skilir ikki ónøgdina. Vit halda, at vit hava hildið avtaluna, sum er gjørd, og tað eru vit eisini sinnaðir at gera í odd og egg. Hann leggur afturat, at Landsverkfrøðingurin hevur boðað Føroya Arbeiðarafelag frá, at er felagið ikki samt við Landsverkfrøðingin um, hvussu avtalan skal tulkast, má tað venda sær til Arbeiðsgevarafelagið, tí tað er Arbeiðsgevarafelagið, sum hevur sáttmálan. Oyvindur Brimnes sigur, at Landsverkfrøðingurin hevur fingið skriv frá Føroya Arbeiðarafelag, har tað ger vart við, at avtalan er ikki hildin. Av tí, at vit eru av teirri sannføring, at avtalan er hildin, hava vit biðið Føroya Arbeiðarafelag um eina nærri frágreiðing um, hvat er galið. Tað frágreiðingina hava vit ikki fingið enn. Vit mugu fyrst hava fulla greiði á, akkurát, hvat tað er, sum er galið, sigur Oyvindur Brimnes. Tað skilst kortini á honum, at hann hevur varhugan av, at at tað er okkurt við fráboðanarskylduni hjá Landsverkfrøðinginum, sum Føroya Arbeiðarafelag ikki er nøgt við. Í avtaluni, sum er gjørd um kavarudding, stendur m.a., at teir, sum rudda kava, skulu hava boð við eini ávísari freist, tá ið teir skulu vera tøkir, tí teir skulu hava løn fyri at vera tøkir. Og tað skilst á Landsverkfrøðinginum, at tað helst er hesin parturin av avtaluni, sum Føroya Arbeiðarafelag er ónøgt við umsitingina av. Men í hesum sambandi er støðan tann, at vit vilja fegnir sjálvir gera av, nær vit halda, at tað er neyðugt, at menninir eru tøkir, sigur Oyvindur Brimnes. Í samrøðuni við Ingeborg Vinther aðrastaðni í blaðnum, sipar hon til, at arbeiðsfriður verður til 3. januar, tí um jólini og á nýggjárinum hevur Landsverkfrøðingurin játtað at gingið undir treytirnar hjá Føroya Arbeiðarafelag. Tað, sum vit hava gjørdu undan jólum er, at vit góvu monnunum, sum rudda kava, boð um at vera tøkir til 3. januar. Og tað er heldur ikki í stríð við okkara tulking av sáttmálanum. Men vit vilja framvegis sjálvir gera av, nær vit halda, at tað er neyðugt at hava menniniar tøkar, og nær tað ikki er neyðugt. Og vit halda tær freistir, sum eru avtalaðar, sigur Oyvindur Brimnes. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Tannapínan má bíða Allar tannlæknastovurnar í høvuðsstaðnum hava stongt millum jóla og nýggjár Tannapínan í høvuðsstaðnum hevur tað ikki gott á jólum. Allar tannlæknastovurnar í Havn hava stongt millum jóla og nýggjár, og bara ein tíma um dagin er gjørligt at fáa fatur á eini tannlæknavakt, sum kann taka sær av tí mest átrokandi. Hetta er komið illa við hjá fólki, sum hava fingið tannapínu í kjalarvørrinum frá flóðini av karamellunum og sjokulátuni, sum floymir yvir børn og vaksin jóladagarnar. Foreldur, sum hava vent sær til Sosialin, eru næstan komin í rasshaft av tannlæknafrítíðini, tí børn eru komin so illa fyri av tannapínu. Men telefonsvararnir á teimum seks tannlæknastovunum í Havn greiða fólki við átrokandi ørindum frá, at stongt er millum jóla og nýggjárs, og at opið er aftur týsdagin. Tá ert tú vælkomin at ringja aftur, sigur ein av telefonsvararunum. So er bara at vóna, at ræðuliga tannpínan ikki er horvin tá... Áki Bertholdsen - aki@sosialurin.fo Halda veitslu fyri 250 fólkum Í Vági verður nýggjárið hildið sum vanligt við stórari veitslu, gudstænastu, kyndlagongu og dansi til tann ljósa morgun Vágur er nýggjársbygd burturav, tí ongastaðni í landinum verður gjørt so nógv burturúr ársskiftinum, sum har. Nýggjárshaldið, sum vit nú kenna tað í Vági, hevur sín uppruna heilt afturi í sekstiárunum og síðani hevur tað funnið sín fasta form. Tey ringastu kreppuárini vóru tað tó kortini onkur ár, sum duttu burtur ímillum . Tá varð ongin veitsla í eini tvey ár, fólk høvdu líkasum ikki ráð, ella hug. Men síðani er tað lýsnað aftur í Vági so tað munar, og árið í ár verður onki undantak. Dennis Holm í nýggjársnevndini, sigur, at nýggjárshaldið í Vági í ár, verður aftur sum vanligt, eftir at nógv meiri varð gjørt burturúr í fjør á túsundáraskiftinum í fjør. Nýggjárhaldið byrjar við stórari veitslu í VB húsinum, har borðreitt verður við røstum kjøti og súpan fyri einum 250 fólkum. Atgongumerkini til veitlsuna skuldu seljast í gjárkvøldið og Dennis Holm sigur, at nýggjársnevndin hevur týðuliga merkt, at tað er stórur áhugi fyri veitsluni, tí hesar seinastu dagarnar hevur nógv fólk ringt at fregnast. Á veitsluni fara Niels Petur Nolsøe, Petur Dahl Nolsøe og Arnfinnur Thomassen at undirhalda. Aftaná veitsluna er gudstænasta og tá ið hon er liðug um midnáttarleitið, verður kyndlagonga frá skúlanum, vestur á Trýkantin á Sandinum, har tað stóra bálið verður. Dennis Holm sigur, at tað verða einir 100-120 kyndlar gjørdir. Kyndlarnir verða gjørdir í ymsum støddum, so at eisini yngra ættarliðið og konufólk, sum hava hug at bera, kunnu vera við. Aftur í ár hevur nýggjársnevndin ein gamlan bát at brenna. Hetta at brenna bát á nýggjárinum í Vági er so inngrógvið, at tað er komið fyri, at fólk norðaneftir hava sent teimum bát suður at brenna. Ímeðan bálið brennur, verður dansað rundanum trýkantin og fýrverk skotið. Nýggjársnevndin keypir hvørt ár eina rúgvu av fýrverki, sum verður skotið ta løtuna, bálið er. Eftir kyndlagonguna fara Hans Jacob og vinmenn at spæla til dans og hann plagar at vara til tann ljósa morgun. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Emil Thomsen stevnt útgevarunum av listabókini Føroyska og danska forlagið, sum hava givið listabókina hjá Bárður Jákupsson út, verða kravd eftir tilsamans 200.000 krónum í endurgjaldi fyri at hava brúkt listaverk ólógliga Emil Thomsen hevur latið Føroya Rætti eina stevning ímóti forløgunum, sum hava givið bókina Myndlist í Føroyum út. Bókin er givin út bæði á føroyskum og donskum, og útgávufeløgini - Sprotin í Føroyum og Atlantia í Danmark - verða kravd eftir 100.000 krónum í endurgjaldi hvør. Emil Thomsen krevur eisini, at forløgini verða dømd at viðurkenna fútaforboðið ímóti at bókin verður seld, og harafturat krevur hann, at rætturin ásetur revsing fyri lógarbrotið. 600 eintøk seld Hósdagin fyri jól varð fútaforboð sett fyri, at nýggja listabókin hjá Barður Jákupsson varð seld í Føroyum. Orsøkin til forboðið var, at í bókini vóru 9 listaverk hjá nólsoyinginum Steffan Danielsen endurgivin, uttan at Emil Thomsen, sum eigur rættindini til øll verkini hjá listamanninum, varð spurdur um neyðugu loyvini til at brúka myndirnar. Emil Thomsen kravdi tí, at forboð varð sett fyri, at bókin kundi seljast, og hesum tók rætturin undir við. Nýggja listabókin - sum er ein føroysk myndlistasøga - varð tí tikin av hillunum, júst sum jólasølan kom í hæddina seinastu dagarnar fyri jól, og hetta var ein smeitur fyri søluna. Føroyska útgávan av bókini seldi tó 600 eintøk, áðrenn hon varð bannað. Dyggur smeitur fyri Sprotan Skal fútaforboð kunna standa við, er neyðugt við eini stevning innan eina viku, eftir at tað er ásett, og hesa freistina helt Emil Thomsen. Føroya Rættur hevur fingið stevningina, og nú verður bíðað eftir, at rætturin skal taka málið upp til dóms. Tað verður helst nakrar vikur inn í nýggja ári. Føroyski útgevarin, Sprotin, kann enda við at fáa eitt stórt endurgjaldskrav, samstundis sum forlagið hevur mist part av søluni, og tað er dyggur smeitur fyri forlagið. 100.000 krónur ljóða kanska ikki av nógvum í tí stóra samanhanginum, men hjá einum lítlum forlagið sum okkara eru tað nógvir pengar, sigur Jonhard Mikkelsen, sum rekur forlagið Sprotan. Endurgjaldskrav í tveimum Endurgjaldskravið ímóti Sprotanum og danska forlagnum er býtt í tvey. 50.000 krónur verða kravdar sum endurgjald fyri sjálva misgerðina, at listaverkini vórðu brúkt uttan loyvi frá rættindahavaranum. Seinna helvtin er vanligt endurgjaldskrav, sum kann krevjast, um rættindahavarin kann ávísa ítøkiligt fíggjarligt tap. Emil Thomsen hevur havt ætlan um at gera eina bók um Steffan Danielsen og hansara verk, og nú 9 listaverk hjá Steffani eru í listabókini, heldur hann, at hann hevur verið fyri fíggjarligum tapi. Og sum seinasta slagið við stertinum kann sigast, at ætlanin var, at Bárður Jákupsson skuldi gera bókina um Steffan Danielsen. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo JFK-skipini aftur til fiskiskap Nýggja rækjuskipið hjá JFK fer til Eysturgrønlands í komandi viku. JFK skal hava nýggjan trolara fyri 135 milliónir krónur Tað var svart av skipum við bryggjurnar í Klaksvík á jólum. Øll skipini hjá JFK-samtakinum vóru inni um jólini, og harafturat lógu eisini stóru nótaskipini, línubátar, útróðrarbátar og onnur før við bryggju. Nøkur av skipunum eru farin aftur til fiskiskap. Seint annað jólakvøld fóru Norðborg og Christian í Grótunum avstað, og í dag skal Næraberg eftir ætlan aftur til fiskiskap. Restin av flotanum hjá JFK fer útaftur eftir nýggjárið. Nýggja rækjuskipið hjá JFK Prawns, Fuglberg, fer til Eysturgrønlands ein av fyrstu døgunum eftir nýggjárið. Fuglberg kom til Klaksvíkar beint fyri jól, og liggur í løtuni í Havn, har skipið verður gjørt klárt. Sundaberg fer í Barentshavið, og Sjúrðaberg fer á Flemish Cap. Hesir fara eisini avstað í komandi viku. Byggja nýggjan trolara JFK Trol skal hava nýggjan Skálaberg fyrr tann, sum varð leigaður grønlendarum við forkeypsrætti. Nýggi Skálaberg verður størri enn tann undanfarni. Hann verður næstan 75 metrar langur og 16 metrar breiður, og hann verður eisini nakað hægri enn gamli Skálaberg. Nýggja skipið, sum fer at kosta 135 milliónir at byggja, verður bygt á norsku skipasmiðjuni Kimek, men skrokkurin skal gerast í Ukraine. Skipið skal eftir ætlan latast JFK Trol á heysti í 2002. Nýggi Skálaberg fer at kunna trola við trimum trolum samstundis, og knapt 50 mans kunnu verða við trolaranum. Umframt hetta skipið er hann eitt líknandi skip umfatað av nýggja sáttmálanum, men enn er endalig støða ikki til, um JFK fer at byggja tvey skip. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Creamy byrjar konserferð í Føroyum 10. februar fer hálvføroyski poppbólkurin úr Danmark at hava konsert í ítróttarhøllini í Runavík Vælumtókti danski poppbólkurin Creamy, sum er mannaður við føroysku Rannvu og donsku Rebekku, kemur til Føroyar at hava konsert í februar mánaði. Konsertin við Creamy verður í ítróttarhøllini í Runavík 10. februar, og um tað skuldi veirð útselt til hesa konsertina, verður møguliga ein eykakonsert í Runavík dagin eftir. Creamy høvdu tvær konsertir í Føroyum í fjør, og tær konsertirnar eydnaðust serstakliga væl. Nógv børn vóru til tiltøkini, og undirhaldið var gott. Nýggja fløgu Stutt fyri jól gav Creamy sína næstu fløgu út, og á hesi fløgu syngja tær á enskum. Hendan fløgan hevur selt væl í Danmark. Nu skal bólkurin undir nýggja konsertferð, og í løtuni venja tey til hesar konsertirnar. Fyrsta konsertin í røðini verður tann í Runavík í februar mánaði, og tí fáa føroyingar eitt nýtt show saman við tónleikinum. Creamy fara at spæla sangir av bæði nýggju og gomlu fløguni, og nú tær eisini hava sungið á føroyskum, verður okkurt helst eisini at hoyra á móðurmálinum hjá Rannvu. Atgongumerki til konsertina - sum kosta 135 krónur - fáast í Statoilstøðunum kring landið og í Kunningarstovuni í Havn. Skipað verður fyri góðum samband til konsertinar bæði sunnanífrá og norðanífrá. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Miss Galaxy, Sóleyð Ísaksdóttir Jacobsen: - Eg fari at venja hart til EM og HM 26 ára Sóleyð Ísaksdóttir Jacobsen úr Havn er Miss Galaxy ár 2000. Hetta varð avgjørt í høllini á Hálsi hóskvøldið. Í komandi ári fær hon møguleika at umboða Føroyar í EM og HM í ávikavist Spania og Kina, og hon fer eisini at venja nógv fram til tær kappingarnar Miss Galaxy Vinnarin av Miss Galaxy kappingini, Sóleyð Ísaksdóttir Jacobsen, sigur, at nú má hon av álvara taka annað skinn um bak til altjóða kappingarnar, sum vera næsta ár. Sóleyð gongur á dansiskúla í Århus, har hon byrjaði í september. Umframt at ganga á dansiskúla venur reguliga aftaná skúlatíð. Eg havi vant lítið meira enn vanligt til hesa kappingina, men nú tá eg skal uttanlands, má eg fara at venja nógv meira, sigur Sóleyð. Hon hevur roynt eina líknandi kapping fyrr, tí í 1997 varð hon kosin Føroya fimasta kvinna. Tá var bara kappast í forðabreytum og slíkum, og ikki í bikini og kjóla. Eingin slík kapping hevur verið síðani. Í fyrstu viku í juli skal Sóleyð til Spania, har hon skal luttaka í evropeiska meistaraskapinum. Og í september gongur leiðin til Kina at kappast í heimsmeistaraskapinum. Sóleyð ásannar, at hetta eru stórar avbjóðingar, men hon er glað fyri at hava fingið møguleikan at umboða Føroyar í stórum kappingum. Nú eg havi fingið møguleikan at umboða Føroyar, skal eg hava eitt heiðurligt úrslit í EM og HM. Tí ætli eg mær at eta rættan kost og fari eisini at venja meira. Sóleyð leggur afturat, at hon vónar, at slík kapping verður aftur í næsta ár. Tá vóni eg, at fyrireikararnir eisini fara at skipa fyri slíkari kapping fyri menn, sigur Sóleyð. Miss Galaxy Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri slíkari Miss Galaxy kapping í Føroyum. Í kappingini ræður tað um hjá kvinnunum bæði at vera vakrar og fimar í forðarenning. Kappingin var í trimum pørtum. Fyrst skuldu tær vísa seg í kjóla og síðani í bikini. Dómararnir gjørdu sínar metingar um kvinnurnar, men eingin fekk at vita, hvat úrslitið av hesum báðum fyrstu kappingunum var. Síðani skuldu kvinnurnar vísa síni kynstur í forðarenning. Ein krevjandi breyt varð sett upp í høllini, og tað ráddi um at sleppa skjótast ígjøgnum allar forðingarnar. Allir tríggir partarnir telja ikki eins nógv, tá teljast skal saman at enda. Tað hevur størst týdning at vinna forðabreytina, tí hon telur 50%. Kappingin í bikini telur 40%, meðan kjólin bara telur 10%. Sóleyð Ísaksdóttir Jacobsen úr Havn var skjótast á forðabreytini. Hanna Dalsgarð av Argjum var beint í hølunum á henni, meðan Junie Hansen úr Havn var á triðja plássi. Tað vísti seg, at endaliga úrslitið var tað sama sum í forðarenningini. Sóleyð og Hanna høvdu góðar tíðir, og vóru eitt fitt petti frammanfyri hinar kvinnurnar. Eg visti ikki, hvussu tað fór at ganga í kjóla og bikini, men eg hevði sett mær fyri at vinna forðabreytina, tí har eri eg sterkast, sigur Miss Galaxy 2000. Tað gekk eisini sum eftir ánni. Eg fekk nøkur blá merki á vegnum, men tað hugsar man ikki um fyrr enn aftaná, sigur Sóleyð. Stefan í Skorini - stefan@sosialurin.fo Regin og Sámal bastu heimsins sterkastu Regin Vágadal og Sámal Jóhannes Hansen megnaðu at basa finska parinum, sum fyrr hevur vunnið heimsmeistaraheitið, í styrkikapping í ítróttarhøllini á Hálsi hóskvøldið. Teir høvdu viljan at vinna og góvu eisini alt, teir áttu Styrkikapping Samstundis sum kvinnurnar kappaðust um at gerast Miss Galaxy, kempaðu aðrar kempur ein annan dyst á pallinum. Tað hevði eydnast fyrireikarunum at fáa heimsins sterkasta par til Føroyar at kappast ímóti tveimum av Føroya sterkastu monnum. Finnarnir Janne Virtanen og Janni Polonen vóru mótstøðumenn hjá teimum. Kappast var í fimm ymiskum kappingum, og Regin og Sámal vunnu 3-2 samanlagt. Spennandi kapping Tað var greitt frá byrjan av, at føroyska parið vildi vísa sínum heimaáskoðarunum, at teir veruliga vildu vinna. Fyrsta kappingin var at lyfta 30 sekkir, sum vigaðu 40 kilo, uppá ein kassa. Regin og Sámal skiftust um at lyfta. Hetta var ein sera spennandi og tøtt kapping. Føroyska parið var bara nøkur fá sekund fyrr at fáa seinasta sekkin beindan burtur og vann sostatt fyrstu kappingina. Næsta kappingina var at halda einum sjónvarpi á 50 kilo uppi so leingi sum gjørligt. Hesa kappingina vunnu finnarnir sannførandi, tá føroyingarnir góvust nakað skjótt. Tvær tær næstu kappingarnar vunnu føroyingarnir. Tað var at koppa dekk og at lyfta 90 kilo uppum høvd. So var kappingin avgjørd. Ovurfegnir Tað var ein sera fegin Sámal Jóhannes Hansen, sum Sosialurin fekk fatur á eftir kappingina. Sum heild vóru teir báðir føroyingarnir meira enn væl nøgdir við endaliga úrslitið. Hetta hevði eg als ikki væntað. Tá ein hevur í huga, at hetta er millum heimsins sterkastu menn, so er hetta eitt gott avrik frá okkum, sigur Sámal Jóhannes Hansen. Fyrst luttók eg bara fyri at gera mítt besta, og eg hevði verið nøgdur, um vit bara vunnu eina kapping. Vit sóu so, at vit høvdu ein møguleika eftir fyrstu kappingina, og eg eri ógvuliga bilsin av at vinna. Eg eri bara himmalskt glaður, sigur Sámal. Sámal hevur vant nakað meira til hesa kappingina, og serliga vandi hann konditión. Av hesum misti hann tíggju kilo og fór aftur frá 128 til 118 kilo. Tá er vandi fyri, at hetta ávirkar styrkina, men tað bilaði ikki, greiðir Sámal frá. Vit góvu alt, og tað gav úrslit, sigur Sámal Jóhannes Hansen at enda. John Johannessen - john@sosialurin.fo Størsta neyðrakett nakrantíð Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, gjørdist ársins neyðrakett ár 2000. Somuleiðis er hann við sínum 632 atkvøðum tann persónurin, sum er størsta føroyska neyðrakettin nakrantíð Eg hevði verið skuffaður, um eg ikki gjørdist ársins neyðrakett. Hetta var ein av viðmerkingunum frá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni í undirvísingar- og mentamálum, tá Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting, fyrrapartin í gjár alment gav landsstýrismanninum hetta heitið. Klárt á odda Tað eru lesararnir hjá Dimmalætting, sum millum seks aðrar kandidatar hava kosið Tórbjørn Jacobsen at vera ársins neyðrakett. Og stórur munur er á atkvøðutalinum hjá Tórbjørn Jacobsen og hinum seks. Heilar 492 atkvøður eru ímillum vinnaran, sum fekk 632 atkvøður, og nummar tvey, Óla Jacobsen, sum fekk 140 atkvøður. Til samanberingar kann nevnast, at Jógvan við Keldu bert var 150 atkvøður á odda, tá hann varð kosin ársins neyðrakett fyri 1999. Orsøkina til, at Tórbjørn Jacobsen so týðuliga varð valdur, halda bæði blaðstjórin á Dimmalætting og landsstýrismaðurin vera brølaran, hann fyri stuttum gjørdi, tá hann í Sosialinum skýrdi løgmann vera danskan leigusvein og síðani avsannaði alt, fyri síðani aftur at viðganga, at hann hevði sagt tað og samstundis koma við eini umbering. Má gera brølarar Men Tórbjørn Jacobsen heldur tað vera neyðugt at gera nøkur mistøk av og á. Tann, sum eingi mistøk ger, ger ov lítið til nyttu, segði Tórbjørn Jacobsen, eftir at Georg L. Petersen, blaðstjóri, hevði handað honum eina tekning, sum sýni landsstýrismannin sum eina neyðrakett, og eina stóra veruliga rakett, sum Tórbjørn Jacobsen kann skjóta á Langanesi tá klokkan slær tólv gamlaárskvøld. Hetta hevur verið eitt ógvuliga buldraligt ár fyri meg. Fyrst varð eg noyddur at senda út veruligar neyðrakettir, tí eg var í neyð við skipi mínum í Noreg. Síðani kom eg í politiskt illveður, og nú eri eg so sjálvur vorðin ársins neyðrakett. Men hetta tiltakið er bara skemtiligt. Slíkt, haldi eg, skal eisini til í potlikki. Vit politikarar skulu ikki bert vera gráðir bureaukratar, segði Tórbjørn Jacobsen, sum heldur tað vera frálíkt at vera kosin ársins neyðrakett. Eg haldi, at eg fari at royna at gera onkran stóran brølara aftur seint næsta ár, so eg aftur kann gerast kandidatur til ársins neyðrakett, segði Tórbjørn Jacobsen og vísti á, at Uffe Ellemann Jensen, sum verður mettur av vera ein av størstu donsku uttanríkisráðharrunum, altíð miðaði eftir at gerast árisins nýggjárstoskur. 1. mai aftur á skránna Tórbjørn Jacobsen vísti á samkomuni í gjár á, at tað var lítla ætlan hansara um at avtaka grundlógardagin sum frídag hjá skúlunum og í staðin seta 1. mai, arbeiðaradagin, at vera frígdag, sum førdi til alt rumbulið millum hann og løgmann og Sosialin. Men Tórbjørn Jacobsen heldur tað bara vera gott, at hetta hevur vakt so stórar kenslur hjá fólki, at tey hava valt hann til árisins neyðrakett. Tí ætlar hann sær eisini at taka málið um arbeiðaradagin upp aftur. Tórbjørn Jacobsen er fimta neyðrakettin síðani Dimmalætting í 1996 fór undir tiltakið at velja ársins neyðrakett. Røðin av neyðrakettum er hendan: Jóan Karl Høgnesen 1996, Edmund Joensen 1997, Marjus Dam 1998, Jógvan við Keldu 1999, Tórbjørn Jacobsen 2000. Soleiðis atkvøddu lesararnir hjá Dimmalætting: Torbjørn Jacobsen 632 Óli Jacobsen 140 Finnbogi Ísakson 126 Óli Hammer 71 Helena D. á Neystabø 60 Mogens N. Christensen 28 FSF 16 John Johannessen - john@sosialurin.fo Nýggjársrøðan verður positiv Løgmaður fer í kvøld at halda eina nýggjársrøðu, sum fellur væl í oyruni hjá fólki. Talan verður ikki um eina politiska røðu, men um eina nýggjársrøðu við nøkrum staðfestingum um, hvar samfelagið er í dag og hvat kemur, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Anfinn Kallsberg var longu fyri jól liðugur við beinagrindina í røðuni, og hósdagin varð røðan endaliga fínpussað. Tað hevur ikki tikið langa tíð at skriva røðuna, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður vil ikki siga nakað um, hvørji evni, hann fer at viðgera í røðuni. Men hann ásannar, at fullveldistilgongdin heilt náttúrligt fer at verða viðgjørd. John Johannessen - john@sosialurin.fo Nýggjársheilsanir frá floksleiðarunum Vit hava heitt á leiðararnar fyri politisku flokkarnar á tingi um at skriva eina stutta politiska heilsan til Føroya fólk fyri komandi ár. Vit prenta heilsanirnar her. Tíverri bar ikki Fólkaflokkinum til at vera við í ár. Javnaðarflokkurin Jóannes Eidesgaard Menniskjað aftur í miðdepilin Eitt ljóst høvd hevur einaferð sagt, at ein dugnaligur politikari er ein, sum dugur at siga, hvat fer at henda í framtíðini, og sum síðani skilagott kann greiða frá, hví tað ikki hendi, sum hann hevði spátt. Hetta er tíðin, tá ið vit steðga á og gera støðuna upp. Ársfrágreiðingar og ársroknskapir um farna árið hoyra tíðini til, men samstundis er hetta tíðin, har metingar verða gjørdar um nýggja árið, sum vit standa á gáttini til. Fyrsta árið í nýggju øldini hevur verið merkt av, at tað gekk okkum til vildar á flest øllum økjum. Hóast vit ongan tjóðarroknskap hava, so hava vit havt stóran búskaparligan vøkstur. Eins kørg, sum náttúran var við okkum í byrjanini av 90-unum, eins rík hevur náttúran verið móti okkum seinastu árini. Hetta saman við góðum fiskaprísum og øktum útflutningi hevur aftur skapt optimismu og lívsmót í føroyska fólkinum. Og júst hesar umstøður áttu at verið besti gróðrarbotnur fyri veruligum frambrotum í føroyska samfelagnum. Men árið í ár eins og undanfarnu tvey árini hevur stórt sæð bert verið merkt av tí eina málinum um fullveldi í hesum valskeiðnum. Men nú knappliga trý ár eru farin av valskeiðnum, so tykist sum um, at oddafiskarnir í fullveldismálinum eru komnir eftir, at upprunaleisturin ikki vann undirtøku. Sum størsti andstøðuflokkur mugu vit fegnast um, at okkara boðskapur um skilagóðar broytingar av ríkisrættarliga málinum, eftir øllum at døma nú eisini fær undirtøku millum samgonguflokkar og samgongupolitikarar. Landsstýrið hevur nú valt at saðla um, júst sum vit bóðu teir gera eftir fyrsta samráðingarumfar. Men tó er ætlan teirra enn so lítið ítøkilig, at neyvan teir sjálvir fult út eru greiðir yvir, hvør næsti leikur verður. Men lat okkum nú síggja. Vit kunnu bara øll vera samd um, at framtíðarstøða Føroya má nú finna sína endaligu loysn. Vit mugu fáa hetta málið av dagsskrá fyri at geva pláss til onnur mál. Í hesum stórpolitiska tjaki er menniskjað og felags ábyrgd fyri hvørjum øðrum dottin niðurímillum. Vit liva í eini tíð, har alt ov mong blint trúgva, at marknaðarkreftirnar einsamallar fara at loysa øll mál. Og í júst hesum liggur tað ein stór ábyrgd á allari fakrørsluni og okkum í Javnaðarflokkinum um at draga menniskjað inn aftur í fokus. Sjálvandi skulu vit brúka marknaðarkreftirnar, men tað skulu vera vit menniskju, sum hava tamarhald á hesum kreftum og ikki øvugt. Fyri framman liggja stór mál og bíða okkum. Av hesum er pensiónsmálið uttan iva tað størsta. Tað er eingin loyna, at vit fegnir vildu verið partur av hesum arbeiði, sum skal finna eina endaliga loysn, men uppaftur meiri týdningarmikið er tað, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum fáa ein týðandi leiklut. Góðu búskaparúrslitini seinastu árini hava tíverri ikki merkt batar fyri allar samfelagsbólkar og allar samfelagstænastur. Hetta tí at vit í liberalismurnar heilaga navni eru vorðin so profitorienterað, at vit heilt gloyma, at samfelagið er menniskjuni. Samfelagið er ikki skipanir og lyklatøl, men kjøt og blóð. Tí er mítt ynski fyri 2001, at vit fáa menniskjað aftur í miðdepilin. At tey virði, sum skapa felagsskapin og styrkin í hesum vinna frama. At øll mál verða loyst, so tey muna so mongum sum gjørligt. Og við hesum fáu orðum vil eg ynskja øllum føroyingum eitt gott nýggjár. Miðflokkurin Jenis av Rana Hvør ger av, hvussu 2001 fer at verða? Seinnapartin hósdagin møtti eg einum av ungu monnum okkara, mitt á Áarvegnum í Havn. Glaður og smílandi heilsaði hann mær, prátið var vinsælt og positivt, og hann hevði á munni hvussu glaður og optimistiskur føroyingurin var- 2000 hevði vignast væl fyri flestu, og vónirnar fyri framman vóru bjartar. Jú, signingar Harrans hava verið nógvar í farandi ári, og mong spáa tað sama fyri komandi. Men hvør avgerð tað, og hava vit møguleika fyri ávirkan? Neyvan avgerða vit fiskiskap ella fiskaprísir, svarar tú óivað, neyvan heldur rentustøðið, og neyvan veður og vind ella framtíðarstøðu okkara annars- ella hvussu? Í Himli situr Hann, sum ein dagin myndaði og skapti Himmal og jørð- úr ongum! Eins og tá ynskir Hann enn í dag at mynda og skapa. Vit lesa í lyftisbók Hansara, at eygu Hansara skoða yvir alla jørðina og Hann ynskir at hjálpa tí, sum heilhjartaður er við Honum.Tann tjóð, tann familja, tann persónur, sum setur álit sítt á Hann, kann fult út rokna við dagligu hjálp hansara í øllum viðurskiftum- eisini í Føroyum. Kann verða at vit í 2001 koma at uppliva broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya, kann verða, at viðurskifti okkara við E.S. broytast, kann verða at onnur týdningarmikil viðurskifti fyri samfelag okkara eisini broytast, alt tað er fjalt fyri okkum í skrivandi løtu, men lyftið um hjálp og trygd Guds broytist ikki! Hetta er grundarstøðið vit valdu at byggja politikk Miðfloksins á, og so verður framyvir ivast onga løtu í tí! Á varðhaldi tá á stendur, verður eisini framyvir eitt av lyftum floksins! Tú, sum náttúrliga óttast broytingar í ríkisrættarligu støðu okkara, tú, sum av ringum royndum óttast raðfestingar ( ella kanska manglandi raðfestingar) politikkaranna, tú skalt vita, at vit verða har, ið á stendur! Rødd okkara verður at hoyrast, og vit fara at forða fyri at rættur teirra veiku verður brotin! Vit fara, vónandi saman við tær, at søkja Hann, sum veit hvat tænir okkum best. Hann ynskir okkum øllum eitt gott 2001, og Hann avgerð einsamallur, hvussu tað árið fer at vignast. Men avgerðandi fyri úrslitið verður tað álit, tú og eg vísa Honum. Tjóðveldisflokkurin Høgni Hoydal Ábyrgdarinnar ár hjá føroysku tjóðini Jólini og nýggjárið er okkara háttur at prísa lívsvirðini og lívsins ringrás. At seta tey veruligu virðini, okkara kæru og næstakærleikan í hásæti. Vit lata nakrar av skuffunum upp í teirri óendaligu kommoduni, sum menniskjasinnið er. Hjá nógvum eru skuffur, fyltar við tungari sorg. Tær kunnu kanska bert gloppast og ikki dragast út fyrr enn í komandi árum. Men hjá flestum eru vónandi eisini skuffur á tremur við góðum minnum og hendingum, sum standa útdrignar. Til reiðar at goyma tað nógva, sum nýggja árið hevur at bjóða. Væl útborin til at møta bæði gleði og sorg - og tí vanliga gerandisdegnum. Føroyska tjóðin hevur havt nógv at gleðast um í brátt farna ári. Nógvir av okkara landsmonnum, sum noyddust at fara av landinum, flyta nú heimaftur í stórum tali. Eftir tey døpru kreppuárini, valdar á flestu økjum dirvi, vón og áræði. Tað er eins og tað várar nógvastaðni í Føroyum. Á bygd og í bý gongur sjón fyri søgn, at har fólk í felag seta sær nakað fyri - har grør. Neyvan nakrantíð áður hevur verið so stór framgongd innan mentan, vinnulív, búskap og á sosiala økinum, sum seinastu tvey árini. Tó er ongin orsøk at halda, at nú gongur bert framá í Føroyum. Tað verður hvørki í komandi ári ella tey næstu, at Føroyar veruliga kunnu sigast at vera komnar úr kreppu. Tað fer at taka mong ár, at byggja upp aftur tað, sum er mist av ábyrgdarloysi og at rætta nøkunlunda uppá órættvísið, sum er framt. At vit longu aftur eru farin á glið móti ábyrgdarloysinum merkja øll, sum tíma at lurta eftir føroyskum politikki í løtuni. Komandi árið verður eitt ár, har tjóð okkara skal taka stórar avgerðir, sum krevja samanhald, áræði og treysti. Í ár 2000 fingu vit staðfest, at føroyingar verða ikki viðurkendir sum tjóð. Tað vil siga, sum eitt fólk, ið hevur rætt til sjálvt at taka avgerð um sína stjórnarskipan og sum hevur ognarrættin til sítt náttúruríkidømi. Í ár 2001 skal føroyska tjóðin sjálv á fólkaatkvøðu staðfesta sín rætt og sína skyldu til at taka fulla ábyrgd av øllum viðurskiftum. At vit taka við teirri fullu ábyrgdini av okkara landi, er fortreytin fyri at megna tær mongu stóru avbjóðingarnar, sum liggja beint fyri. Í ár 2001 verða fyrstu royndarboringarnar eftir olju undir Føroyum. Staðfesta vit ikki okkara tjóðarrættindi, hava vit heldur ikki staðfest okkara ognarrætt til undirgrundina og hava sostatt ikki fult ræði á gongdini, sum kann vera sera vandafull fyri alt samfelagið. Í ár 2001 fara ábyrgdarloysið og útgjaringin frá 80'unum at spøkja í Føroyum í enn størri mun, enn vit hava sæð í ár 2000. Vit fara hvønn dag at síggja og hoyra fólk, sum lova gull og grønar skógir, um vit bert lata standa til. Mín vón er, at vit øll kunnu standa saman um at gera ár 2001 til ábyrgdarinnar ár hjá føroysku tjóðini - uttan mun til partapolitiskar ósemjur. Eg ynski øllum føroyingum eitt gott og eydnuberandi nýggjár. Sambandsflokkurin Edmund Joensen Heimsrákið er samband - sama hvat Vølvan spáar Nýmótans tíðin eitur samband, tí eingin hevur nokk við seg sjálvan. Liberalur sosialur Sambandspolitikkur er "inn" í framkomna heiminum. Fólk í nútíðarsamfelagnum vilja sjálvi sleppa at velja. Hvør einstakur vil hava valfrælsi og sosiala trygd. Svarið uppá tað er liberalur, sosialur sambandspolitikkur. Hann er eisini "inn" í okkara framkomna parti av heiminum. Dagliga rákið er, at fólkið í okkara parti av framkomna heiminum kastar saman á nøkrum økjum í ríkisfelagsskapi, fyri á tann hátt at fremja felags besta. Vit eru vitni til, hvussu menningin í evropeiska ríkisfelagsskapinum gongur við rúkandi ferð, og at langar bíðirøðir eru fyri at sleppa við. Í Føroyum hendir tað øvugta. Føroya landsstýri ger alt, sum gerast kann, fyri at loysa, og kvetta bondini í okkara egna ríkisfelagsskapi. Høvuðsorsøkin er helst, at flokkar hava ikki broytt politikk í heila øld og vilja tí gera júst, sum tá Ísland fyrst í farnu øld avgjørdi at loysa frá Danmark. Teir loysingarhugaðu hugsa ikki um, at onnur tíð er galdandi. Politiska skipanin, mentanin og fólkahugsanin vóru ørvísi tá og hvør tíðin skilir ikki aðra. Føroyar eru júst í eini liklastøðu saman við Danmark í ríkisfelagsskapinum. Ein liklastøða sum er gullverd fyri føroya fámentu tjóð. Liberalur, sosialur sambandspolitikkur gevur bæði ríkisborgararættindi og atgongd og frælsi til at velja. Frælsi í ríkinum, og frælsi í ES og í heimshøpi. Føroyar eiga sítt náttúrliga pláss í okkara framkomna parti av heiminum gjøgnum ríkisfelagsskapin. Tað er upp til okkum sjálvi at gera av, um vit nýta hetta plássið. Sum partur av danska ríkinum hava Føroyar sjálvandi rætt til fullan ES limaskap við undantøkum, á sama hátt sum Álandsoyggjarnar hava fullan limaskap við undantøkum sum atland hjá Finnlandi. Ein slík skipan gevur Føroyum allar fyrimunir og allar møguleikar fyri at fáa lut í, og at verða við í menningini av Evropa. Við verandi skipan hava føroyingar flestu vansarnar, tó uttan fyrimunirnar. Hetta er ikki ein haldbar støða. Fremstu serfrøðingar eru samdir um at fylgjan av loysingini hjá sitandi landsstýri gerst ein stór niðurgongd í livifóti, stór fólkafráflyting, ríkisborgarrættindi hvørva umframt aðrar skerjingar í rættindum føroyinga. Hesum vilja vit í Sambandsflokkinum forða fyri. Sambandsflokkurin hevur fulla svarið uppá ein modernaðan politikk. Ein politikk, sum gevur føroyingum allar framtíðar møguleikar, og fullan lut í heimsmenningini. Sambandsflokkurin og ríkisfelagsskapurin eru alternativið. Tey eru lykilin og borganin fyri eini tryggari framtíð í Føroyum. Við ynski um eitt av Harranum signað nýggjár! DMI/Petur Skeel Jacobsen Veðrið Eitt minni lágtrýst tekur seg upp í havinum eystan fyri Ísland og fer síðani í ein landsynning og hevur kalda luft við sær norðaneftir. Eitt djúpt lágtrýst yvir havinum vestan fyri Írland sendir seinni lýggjari luft inn yvir Føroyar sunnaneftir. Veðrið í dag: Lot til andøvsgul av norði. Skýggjað og kavaælingur. Hitin fellur sum dagurin líður til millum 3 og 8 kuldastig, um náttina niður í eini 10 kuldastig. Veðrið sunnudagin: Hann frískar vindin av eystri. Skýggjað og fyri tað mesta turt. Hitin økist spakuliga frá 3 kuldastigum til 2 hitastig. MVeðrið mánadagin, týsdagin og mikudagin: Hann veksur upp í hvassan vind av landnyrðingi. Skýggjað og einstøk vátaslettings- ella kavaæl. Hitin umleið á frostmarkinum. Í gjár: Eitt minni lágtrýst tekur seg upp í havinum eystan fyri Ísland og fer síðani í ein landsynning og hevur kalda luft við sær norðaneftir. Í dag: Eitt djúpt lágtrýst yvir havinum vestan fyri Írland sendir seinni lýggjari luft inn yvir Føroyar sunnaneftir. Nøvn í vikuni Hanus Lassen 60 ár. Skiparin á Smyrli seinastu mongu árini klaksvíkingurin Hanus Lassen fylti seksti herfyri. Hanus Lassen er kendur sum ein drívandi maður og góður sjómaður. Hann hevur ført óteljandi ferðafólk trygt millum oyggjarnar. Tað var tó slett ikki ætlanin av fyrstan tíð, at Hanus bara skuldi sigla innanoyggja og so okkurt hissini skeið í millumlandasigling. Hann tók siglingstíð og varð skúlaður umborð á Sjúrðaberg hjá Kjølbro fyrst í seksti árunum og har stóð toskur ovast á listanum. Og allar best var um tað fleyt yvir í báður borðum á einum tjokkfullum dekki onkunstaðni í Barentshavinum, á Halanum ella á teim nú toskatómu bankunum í Vesturgrønlandi. Miðskeiðis í sekstiárunum tók hann skipsføraraprógv á Sjómansskúlanum í Havn. Í 1973 fekk Hanus Lassen starv sum leiðari á Strandferðsluni í Klaksvík. Tó lívið á landi við fast undir fótum leiddi hann og so var hann aftur at síggja umborð á strandfaraskipum um Leivvíksfjørð. Pendulfarturin millum Klaksvík og Leirvík varð avloystur av Smyrli og har hevur hann verið síðan. Hanus býr og er giftur í Klaksvík. Tá hann hevur frí, heldur hann nógv til í Mikladali, har hann eigur hús og jørð. Vinir siga um hann, at hann er ein rættuligur heimamaður, tá hann er heima. Pauli Larsen 60 ár Skipari og stýrimaðurin á Smyrli, porkeringurin Pauli Larsen hevur eisini rundað tey seksti nú við árslok. Pauli býr á Tvøroyri. Hann er einkjumaður. Pauli Larsen byrjaði sína karrieru sum DFDS maður og sigldi úti í fleiri ár. Síðan kom hann heim aftur og fór at sigla við skipaum hjá Skipafelagnum. Seinastu mongu árini hevur hann verið við Smyrli har hann hevur verið stýrimaður og eisini skipari. Menn siga um hann, at hann er ein framúr sjómaður, róligur og álítandi Eirikur Lindenskov - Eirikur@sosialurin.fo Ringasti vetur í Mongolia í 60 ár >>Dzud<< nevna mongolar náttúrufyribrigdið, tá veturin eftir turra summarið er kaldur og harður. Seinasta vetur doyðu tvær milliónir kríatúr í hungri. Sosialurin vitjaði heimlandið hjá Djengis Kahn fyrr í ár NÁTTÚRVANLUKKA Orð og myndir Eirikur Lindenskov Djór í hópatali flýggja eystureftir - fyri tað mesta seyður og geitir, men eisini neyt, kamelar og yak-oksar. Tey royna at piða sær eitt sindur av føði burtur úr tættbarberaða, brúna steppugrasinum. Stoltleiki mongolanna - hestarnir - eru rýmdir í hundratúsundatali. Teir hava fatað neyðina og eru rýmdir undan hungrinum, meðan bóndur í hópatali í nógvum smáum leitbólkum royna at finna djórini aftur. Vit eru í Mongolia á vári 2000. Landið hevur verið plágað av ringum vetri og turrum summari - tað ringasta í meira enn 60 ár. Hetta fyribrigdi í Mongolia nevnist >>dzud<<. Hetta er tá náttúran vísir sína vreiði - bæði við turki á sumri og við nógvum kulda á vetri. Saman við ørðum norðurlendskum tíðindafólkum er undirritaði á ferð í hesum fjarskotna landi. Leiðin gekk úr Keypmannahavn um Beijing í Kina til Ulaambataar í Mongolia. Fyriskipari á hesi ferð var ST-menningardeildin UNDP, og vóru tað fólk frá teimum í Mongolia, sum ferðaðust við okkum. Vit gistu fyrstu náttina á hotellinum handan Leninstandmyndina í miðbýnum í Ulaambataar, sum eisini bar sama navn sum býurin. Eins og í øllum hinum londunum eystanfyri eru flestu standmyndirnar burturbeindar, men býarmyndugleikarnir í Ulaambataar vildu kortini varðveita hesa standmyndina sum eitt søguligt minni, segði fryntliga guide okkara, Tunga. Hvør av øðrum liva má... Náttúruvanlukkan sum hevði rakt landið, var als ikki endamálið við ferð okkara, hóast heimspressan hevði sýnt onkrar av óhugnaligu myndunum. UNDP vil á henda hátt greiða fólki í norðurlondum frá støðuni í landinum, segði leiðarin á UNDP-deildini í Ulaambaatar, amerikumaðurin Douglas Gardner. Vit fóru longu dagin eftir á ferð inn í landið. Vit høvdu fingið at vita, at vit skuldu koyra eina 800 kilometrar. Tað ljóðar kanska ikki av tí nógva, men teir fáu vegirnir í Mongolia kunnu als ikki sammetast við tað, vit eru von við. Minnir kanska nógv um føroysku vegirnar í 20'unum: Einki asfalt, bert grús, og ofta eru vegirnir avkvettir av áarlopi ella øðrum, og tá verður bara koyrt eftir nakna oyðimarkarlendinum. Sum vit koyra í ein landssynning úr Ulaambaatar móti Uvurkhangai landslutinum - ein av landslutunum, ið harðast eru raktir av náttúruvanlukkuni - fáa vit enn fleiri prógv um náttúrunnar megi, sum vit ikki hava so stóra ávirkan á. Í túsundatali liggja deyðu dýrini fram við vegnum, vit koyra. Orðatakið >>hvør av øðrum liva má...<< rennur mær til hugs. Vit síggja nýliga deyð dýr í heilum líki. Vit síggja eisini dýr, har ánarin hevur flett skinnið av dýrinum fyri at vinna nøkur oyru burtur úr skinninum. Sjónin er ikki tespilig, tá skinnini eru flett uttan av djórunum, og nú er lagað manni hjá róvfugli, úlvi og revi at gera sær dælt. At enda liggja berar beinagrindir og sløðast. Drúgv og trupul náttúruvanlukka Fram við vegnum sita stoppmettar ørnir, sum næstan ikki orka á flog, sum tær hava etið av deyðu dýrunum - hóast vit fara úr bilinum fyri at strekkja beinini. Sum vit standa fáa vit eyga á næsta fasuna í vanlukkuni: Vegna nógva turkin í fjør, tá grasið vaks rættuliga illa, fingu rotturnar fótin fyri seg - tí tær eta grasrøturnar. Hetta árið er tí eitt rættuliga rottuár. 300.000 húsdjór líða neyð um vikuna. Helmingurin av landsins einari millión nomadum eru raktir av vanlukkuni, og tað er sera trupult hjá okkum at fáa hjálp, sigur Osorhun Batmunkh, sum er guvernørur í Uvurkhangai landslutinum. Hann væntar, at í minsta lagi fimm milliónir dýr fara at doyggja av svongd og kulda, áðrenn grasið grønkar í mai. Vit uppliva ikki tornadoir ella líknandi. Hendan vanlukkan er nógv truplari enn so, og hon mennist so spakuliga, at tað er so trupult at fáa vinna ljóð fyri henni í heimspressuni. Men okkum tørvar hjálp frá heimssamfelagnum, viðgongur Osorhun Batmunkh. Hendan dzud-vanlukkan er tann fyrsta í 10 ár. Vanlukkan byrjaði í fjør, tá turkur var í vestaru landslutunum - og summarið var tað turrasta í 60 ár. Avleiðingin var, at húsdjórini ikki fingu tað neyðuga feittlagið fyri at klára seg gjøgnum veturin. Síðani kom kaldasti vetur í 30 ár, við einum miðaltemperaturi tíggju stig undir tí vanliga, og kavin hevur eisini verið nógv meiri enn vanligt. Í februar doyðu fyrstu djórini - og nomadarnir fór at reka djórini eystureftir. Sera ringir vegir Um hetta mundið, tá vitjað varð í Mongolia í apríl, elvdi kavabræðingin til, at einki samband var við partar av landinum. Við einum náttartemperaturi upp á minus 10 stig ganga fleiri vikur, áðrenn náttúran vaknar úr vetrardvala, hóast sólin hitar væl um dagin. Várið er truplasta árstíðin - við ógvusligum sandstormum sum gera tað trupult at vera uttandura. Vegurin frá høvuðsstaðnum Ulaambaatar og vestureftir er ein av frægastu høvuðsvegum í landinum. Men hann er sera vánaligur. Teir fyrstu kilometrarnir eru asfalteraðir, men tað ger ikki tann stóra munin, tí vegirnir eru so óslættir kortini, at tað tykist hugaligari hjá okkum ferðandi, tá koyrt verður eftir møkini, har vegirnir eru skolaðir burtur. Tað tykist eyðsæð, at lítið er bøtt um vegirnar síðani kommunistiska skipanin fall í 1990. Men landslagið er stórsligið, villar víðar víddir so langt eygað røkkur. Eftir at hava koyrt í ein heilan dag koma vit fram til býin Arvaykheer, sum er høvuðsstaður í landslutinum Uvurkhangai. Tá helt eg ikki, at nógv kundi verið eftir av stoytdoyvarunum í bilinum, vit koyrdu við, ein fýrahjólstrektur Mitsubishi Shougon-líknandi bilur við onkrum asiatiskum navni. Privatisering og konkurs Býurin var ikki júst nøkur fragd fyri eyga. Nógvur vindur var og kalt - minus 10 stig, og tá sandstormarnir herjaðu var best at vera innandura, tí ringt var at halda eygu opin. Men sjónin lýsir helst væl støðuna í Mongolia: Stórar verksmiðjuhøllir stóðu sum spøkilsishús eftir kommunismunnar fall, privatiseringarnar og konkursirnar - soleiðis sum støðan er í nógvum av londunum eystanfyri, sum øll vóru partur í kommunistiska planbúskapinum. Við privatiseringini vóru djórini býtt sundur millum nomadufólkið, og síðani hava nógv fólk roynt at vent aftur til nomadutilveruna. Tey hava fingið nøkur djór sum byrjunarkapital, og úrslitið er, at talið av nomadum er trífaldað seinastu 10 árini. Fram til í ár hevur vælferðin hjá nomadunum bert gingið framá, stórar motorsúkklur eru vanlig sjón á steppunum. Men dzud'in hevur givið fólkinum ein lærupening: Tað hevði verið skilabetri at gjørt eina tryggingarskipan samstundis sum privatiserað varð. Staturin hjálpti Undir gomlu skipanini var tað bert staturin, sum hevði trupulleikar av dzud'inum. Tað merkti bara, at djórini skuldu umfordeilast. Men fall kommunismunnar merkti eisini, at djóralæknatænastan fall burtur, og at statsliga hoyggjframleiðslan við goymslum í øllum landspørtunum at standa ímóti við, tá turkur var, eisini helt uppat. Meðan vit eru í Arvaykheer sleppa vit at koyra við einum heryvirmanni út á steppurnar. Í einum einsamallum telti hitta vit 60 ára gomlu Maruush, sum hevur flutt seks ferðir við fimm vaksnum børnum við familjum hendan veturin. Hon er rørd og tárar av vitjanini og sigur okkum, at hon ikki hevur sæð fólk í ein mánað. Familjan hevur minst helmingin av djórunum, seyður, geitir og neyt. 24 av teimum 30 heystunum eru rýmdir. Næstan øll lombini eru deyð av mjólkamangli. Tey lombini, ið eftir eru, eru inni í teltinum og fáa mjólk úr pattufløskum. Maruush torir ikki hugsa um, hvussu nógv av djórum hennara fara at doyggja. Er hjálp á veg? fregnast hon. Heryvirmaðurin skrivar dúvliga niður, men má skuffa hana: Tað er so lítið, ið fæst, at tað langt frá nøktar allan tørvin. Og staturin hevur ikki ráð. Maruush nikkar við virðing. Nomadufamiljur í tíggjutúsundatali hava seinastu árini stríðst fyri at arbeiða seg úr fátæktini, ið sambært almennu tølini er 50 dýr. Neyðin og vónloysi hevur ført við sær, at fólk aftur flýggja til býirnar. Komin aftur til Ulaam Baatar fara vit tríggir norðurlendingar ein túr í býin. Uttan fyri tjóðartingsbygningin renna vit okkum av tilvild inn í lastbilafylgi. Vit fregnast og finna út av, at tað er japanski sendiharrin, sum letur landbúnaðarmálaráðharranum nøkur less av hoyggi. Lokalu miðlarnir flokkast rundanum, tá teir russisku meira enn hálvvánaligu lastbilarnir, sum best kunnu sammetast við teir, sum koyrdu í Havnini í sekstiárunum, standa í røð framman fyri tjóðartingsbygninginum. Men sambært ST-umboðsmanninum, sum vit hitta sama seinnapart, so er bara hoyggj til einaferð upp í munnin á øllum landsins kríatúrum Eirikur Lindenskov - Eirikur@sosialurin.fo Vit eru ov stolt til hjálp Mentaliteturin hjá okkum sigur, at vit vilja ikki tykjast fátæk í gestsins eyga. Vit kunnu viðganga, at vit hava truplar tíðir, men vit góðtaka ikki, at vit líða neyð, sigur 38 ára gamli forsætisráðharrin úr Tjóðskaparflokkinum, R. Amarjagal. NÁTTÚRUVANLUKKA Eirikur Lindenskov Náttúrunnar dómstólur hevur talað - og vit hava tapt. Teir nýggju nomadarnir satsaðu upp á kvantitet heldur enn kvalitet. Men dzud'in er ein rættvísur dómari, sum vit hava kent í fleiri túsund ár. Soleiðis sigur Myatavyn Tsagaan, sum er leiðari fyri felagsskapinum hjá mongolsku nomadunum. Hann er útbúgving djóralækni og journalistur og starvast dagliga í mongolska útvarpinum. Hann er farin um tey fimmti, og tað sæst í eygnabrá hansara, at hann tosar av royndum. Sjálvur er hann nomadi - uppvaksin á steppuni, men er seinni fluttur inn í býin - men hann er framvegis nomadi, leggur hann dent á. Altjóða hjálp er ikki rætti heilivágurin fyri Mongolia. Tey, ið hava mist alt, fáa nøkur nýggj djór at byrja umaftur við aftur fyri at arbeiða fyri aðrar nomadar soleðis sum vit altíð hava gjørt. Myatavyn Tsagaan vísir frá sær, at dzud er økologiskt treytað Nomadarnir vita fullvæl, hvussu kensluborin náttúran er og um vandan um, at oyðimørkin veksur. Men hóast tað, so er landið so stórt, at tað sum einki kann bera nógvar ferðir so nógv djór, sum vit hava í dag, sigur hann. Í miðal hava vit dzud fimtahvørt ár. Skulu evropear nú til at hjálpa okkum fimta hvørt ár? Nei, við hesum lærupenga skulu vit endurbyggja nomadutilveruna út frá søguligum royndum, siigur hann. Hann vísir á, at kommunistarnir royndu at broyta lívsformin hjá nomadunum í nøkur tíggjuáraskeið við teirra djóralæknatænastu, heilivági og vísundaligu royndum upp á at krossa djór úr Mongolia og Russlandi fyri at vinna meira mjólk og meira ull. Tankagongdin var vónleys, náttúran sjálv er tann einasti heilivágur fyri djjórini hjá nomadunum. Tey skulu tola at verða bakað í 40 hitastigum um summarið, men samstundis tola minus 40 kuldastig um veturin. Stovnurin reinsar seg sjálvan, sigur Myatavyn Tsagaan. Tey skulu tola eitt hálvt ár uttan mat og sjálv bera mótstandmegini móti sjúkum. Stovnurin reinsar seg sjálvan, og eftir hendan dzud'in fer talið á djóorum aftur at vaksa. Tey harðføru djórini klára seg - og tað merkir kvalitet, leggur Myatavyn Tsagaan dent á., Og hann sær fyri sær framtíðin hjá nomadunum: Kjøtið sum nomadarnir framleiða fer at verða eitt sera stórt tilfeingi í framtíðini. Livihátturin hjá nomadunum er tann mest modernaði, eg kann ímynda mær í einum heimi, har stórur dentur verður lagdur á berikraft og økologi. Hóast vit hava lært nógv undir kommunismuni, so kann tað bara ganga frameftir nú, sigur Myatavyn Tsagaan. Og sum landsins forsætisráðharri segði við Sosialin, tá vit hittu hann á forsetaborgini dagin eftir: Mentaliteturin hjá okkum sigur, at vit vilja ikki tykjast fátæk í gestsins eyga. Vit kunnu viðganga, at vit hava truplar tíðir, men vit fara neyvan at góðtaka, at vit líða neyð. Fyri at siga tað á nomadamáli: Tú telur ikki tenninar á hestinum, tú fært sum gávu. Tað er ómøguligt at fáa altjóða lán uttan at brúka orðið >>fátækradømi<< - men tað er trupult fyri okkum at viðganga, at vit eru fátøk, sigur 38 ára gamli forsætisráðharrin úr Tjóðskaparflokkinum, R. Amarjagal. Sambært forsætisráðharranum verður tapið av náttúrvanlukkuni upp á í minta lagi eina milliard US dollarar. Men eins og Myatavyn Tsagaan sær eisini hann fyri sær eina ljósa framtíð fyri Mongolia. Landið er so einastandandi og so ríkt upp á tilfeingi. Mongolia er eitt av teimum mest fantastisku menningarlondunum, ikki minst vegna høga útbúgvingarstøðið. Júst sum Djengis Kahn vann heimin við einum lítlum heri á hestbaki fyri 800 árum síðani, kunnu vit vinna heimin við kunningartøkni. Komið tit bara aftur um trý ár, tá skulu vit vísa tykkum, at vit hava internet allastaðni, helt R. Amarjagal uppá. Jú, internetið hevur eisini vunnið fram í Mongolia - og hóast tað ikki var júst tað besta sambandið, so fekk undirritaði bæði lisið InternetSosialin og kannað teldupostin norðan fyri Gobi oyðimørkina - nærmast úti í óbygdum. Men líkamikið, hvat forsætisráðharrin sigur, so er neyðin stór í Mongolia. Í Ulaam Baatar eru fleiri túsund gøtubørn, sum annaðhvørt eru foreldraleys ella børn, sum eru rýmd frá framman undan skroypuligum familjum. Alkoholtrupulleikarnir eru stórir millum menninar, og tí verður meira satsað upp á genturnar, sum eru nógv størsti parturin av teimum lesandi á universitetunum. Tað eru eisini fyri tað mesta kvinnur, sum taka mikrolán, sum er ein av ST-verkætlanunum: Fólk læna upp til 100 dollarar, sum tey skulu gjalda aftur eftir einum ári, so tey fáa skapt sín egna handil ella virki til framleiðslu. A internetkaféum síggjast eisini ungdómar - sum kanska staðfesta pástandin hjá forsætisráðharranum. Eirikur Lindenskov - Eirikur@sosialurin.fo Faktaboks: Eitt sindur um Mongolia Areal: 1,57 milliónir km2 Mark við Russland og Kina. Syðri triðjingurin av landinum er Gobi-oyðimørkin. Norðanfyri og vestanfyri er meira gróður og skógarklødd fjallaøki og vøtn. Restin av landinum er fyri tað mesta steppur. Landið liggur í miðal 1.500 metrar frá sjónum og hevur eitt ekstremt innlandsklima við longum, køldum vetrum og stuttum sumrum. Fólkatal: 2,4 milliónir. Helmingurin í býunum, hin helmingurin í bygdum og sum nomadar kring landið. Mongoliga er eitt av heimsins mest tuntfólkaða londum. Djór áðrenn dzud (harða veturin) 33 milliónir móti 25 milliónum fyri 10 árum síðani. Deyð undir dzud: Minst fimm milliónir djór. Sambært ST er neyðugt við altjóða hjálp at útvega teimum fátæku nýggj djór. Høvuðstilfeingi: Græs - sum veitir landinum kjøt, mjólkaúrdráttir, ull, skinn og brenni av turkaðum ekskrementum. Tilfeingi annars: Kol og nógv metall og mineral, sum ikki kunnu troytast vegna vantandi arbeiðsmegi og vantandi samferðslunet. Søga: Herurin hjá Djengis Khan hertók helmingin av kenda heiminum frá pørtum av Evropa til Kyrrahavið í 1200-talinum. Farið varð undir at gera Kinesiska Múrin fyri meira enn 2000 árum síðani til tess at verja seg móti mongolum. Gjøgnum miðøld undir kinverkari ávirkan til kollveltingina í 1921. Síðani undir sovjettiskari ávirkan til kommunistiska stýrið uttan bardaga gav seg yvir fyri ymsu mótmælunum í 1990. Síðani demokrati eftir vesturlendskum mynstri. Stjórn (apríl 2000): Tjóðskaparflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum eru í listasamgongu. Teir skipaðu stjórn í 1996 og var tað hin fyrsta ikki-kommunistiska stjórnin. Teir høvdu 50 av 76 tjóðartingslimum. Kommunistaflokkurin er í andstøðu. Við valið 24. juni 2000 vunnu kommunistarnir 72 av teimum 76 tjóðartingslimunum. Tjóðskaparflokkurin fekk einans eitt umboð, menðan Javnaðarflokkurin einki umboð fekk. Síðani nýggja kommunistiska stjórnin tók við, eru el-prísirnir hækkaðir nógv, og tað hevur stóran týdning í Mongolia, tí tað avger orkuprísin - og orkan er sera týdningarmikil, tá tað frystir niður í 40 minusstig. Men úr Mongolia frætta vit, at nýggja stjórnini kortini roynir at halda sosiala støðið. Djengis Kahn var máttmikil høvdingi. Seinast í 12. øld savnaði hann flakkandi ættbólkar í Suðursibiria. Ættbólkarnir vóru mongolar, og honum eydnaðist at skipa fólkið í stóran og máttmiklan her. mongolar vóru fólkaslag, sum livdi á skógarleysu víddunum í Landnyrðingsásia. Teir lvidu mest á rossabaki, og við teimum fekk Djengis Kahn gjørt tátíðar sterkasta her. Teir brúktu nýggjastu vápnini, t. d. krút og roykbumbur, so at eingin sá teir í álopi. Eingin vann á teimum. Í 1206 herjaði Djengis Hahn í Kina og síðani sum hvirluvindur um Ásia. Allar hernaðaratgerðir vóru lagdar væl til rættis, oog á rossabaki fóru teir ótrúliga skjótt víða. Altíð megnaðu teir at savana megina, tá ið mest stóð á, og teir brendu og herjaðu allastaðni. Teir loyptu ræðslu á fólk, hvagar teir komu. Í 1227 doyði Djengis Kahn, og so við og við syndraðist ríkið, tí at eftirmenninir klandraðust. Mongolska stórríkið 1206 Temudjin vinnur Mongolia 1218 Mongolar gera innrás í Persia (Iran) 1221 Mongolar gera innrás í Russland 1237 Abbasonur Djengis Kahn, Batu, ger innrás í Norðurrussland 1240 Batu ger innrás í Pólandi og Ungarn 1260 Stríðsmenn úr Egyptalandi, mamelukkar, vinna á mongulum 1279 Kublai Kahn vinnur á Kina 1370 Timur Lenk savnar tey trý vestaru kanatini Tummas í Dali Annfinn Kallsberg, løgmaður: Gongdin í búsetingarmynstrinum gjøgnum mong ár hevur verið ein støðug miðsavning kring Tórshavn, men seinastu árini hevur hon verið so mikið ógvuslig, at landsmyndugleikarnir eru farnir at viðgera málið í størsta álvara, tí gongdin verður ikki mett at vera gagnlig fyri landið, hvørki samfelagsliga ella mentanarliga. Tað skerst ikki burtur, at politiski myndugleikin hevur elvt til og framskundað hesa miðsavning. Politiski myndugleikin hevur eisini ábyrgd av og harafturat møguleikar til at broyta gongdina. Ein ávís miðsavning er helst ein neyðug avleiðing av tí støðugu nýmótansgerð av samfelagnum, sum er treytin fyri okkara vælferð. Men als ikki í so stóran mun, at tey størru økini skulu líða undir henni, tí tað er púra óneyðugt og als ikki gagnligt fyri landið. Tað er á ongan hátt rætt, at politiski myndugleikin heldur fram at skapa eina miðsavning kring Tórshavn, sigur Annfinn Kallsberg. Nýggjar loysnir fyri útoyggj Vælferðin krevur sínar fylgjur á so mangan hátt - og miðsavningin tykist at vera ein avleiðing av tí støðugu nýmótansgerð av samfelagnum. Tíðin setir áhaldandi krøv til øktan førleika - til lærdóm og útbúgving, handaliga sum andaliga. Fyrr fekk tú tín lærdóm í heimbygdini við at taka lut í gerandislívinum og at sita undir orðunum, tá ið sagt varð frá. Tú fekk tín handaliga og andaliga førning við at taka lut í gerandislívinum, í bygdaskúlanum og frá teim gomlu. Men hendan tíðin er ein farin tíð. Skal tú fylgja við, mást tú útbúgva teg - har er ongin vegur uttanum. Her røkkur hvørki vanligi gerandislívið í heimbygdini, ei heldur bygdaskúlin ella lærdómur teirra gomlu. Krøvini til øktan førleika, sum samfelagið støðugt setir, hevur fyri stóran part verið lagna útoyggjanna, tí umstøður eru ikki til at fáa henda førleika á útoyggj. Býr tú á útoyggj, hevur tú stutt sagt ikki møguleika at taka av teimum tilboðum, sum samfelagið hevur at bjóða í sambandi við útbúgving. Og tá ið so tú flytur á ungum aldri, er skjótt, at rótin til heimstaðin verður rivin upp - og tú kennir ikki longsilin at flyta heimaftur. Men skuldi tú nú ynskt at flutt heimaftur kortini, ja, so hevur heimstaðurin ikki líkinda starv at bjóða tær. Fráflyting av útoyggj er helst tað, vit hava verið noydd at latið fyri vælferðina. Fyri at varðveita búseting á útoyggj mugu serlig tiltøk fáast í lag. At siga, at vælferðin er lagna útoyggja er kanska at hava munnin í so fullan, tí hvør veit, kanska finna vit við teimum nýggju samferðslu- og samskiftishættum, sum vit hava í dag, loysnir, sum vit áður als ikki hava kunnað ímyndað okkum, sigur Annfinn Kallsberg. Hjá Tórshavnar kommunu er ongin vandi á ferð Føroyar eru nú einaferð annað enn miðstaður og útoyggjar. Annarleiðis er við teim størru økjunum í Føroyum. Í hesum økjum eru avgjørt góðir møguleikar at hava øll tey tilboð til útbúgving og lærdóm og mentanarvirksemi, sum nútíðin krevur, at fólk hava - ikki bert tey ungu, men eisini børn og tilkomin, sigur Annfinn Kallsberg. Hóast hetta eru fleiri øki í Føroyum, sum líða óneyðuga undir miðsavningini kring Tórshavn, serliga Sandoyggin og Suðuroyggin. Eg dugi ikki at síggja, at fólk í teimum størru økjunum í Føroyum skulu lata sær lynda ta gongd, sum hevur verið, og sum fyri ein part er farin fram av politiskum ávum, av tí at landsmyndugleikarnir hava lagt so at siga alla landsumsiting í Tórshavn. Tað verður m.a. eisini á hesum økinum, at landsmyndugleikarnir fara at fremja tiltøk. Eitt tað besta amboðið er at leggja almennar tænastur út á kommunurnar. Men hetta krevur, at kommunurnar samstarva, og tað er mín áskoðan, at ein av avleiðingunum verður ein betur tænasta fyri borgaran. Eg hugsi ikki um at flyta miðfyristingina, sum ráðgevur og ger politiskt fyrireikandi arbeiði; hendan fyrisiting má neyðturvuliga verða so nær høvuðssætinum hjá politiska valdinum sum gjørligt, t.v.s. í Tórshavn. Tórshavnar kommuna fer tí altíð at hava tryggar landsstovnar. Hjá henni verður neyvan nakrantíð nakar vandi á ferð í so máta, sigur Annfinn Kallsberg. Størru økini skulu mennast Tað eru nógv viðurskifti, sum gera seg galdandi, tá ið arbeitt verður við at leggja eina politiska ætlan, sum førir til eina javngóða menning av øllum landinum. Málið um landsstovnarnar er eitt týðandi mál. Tað er greitt, at fleiri landsstovnar eru lagdir í Tórshavnar kommunu, sum ikki neyðturvuliga mugu vera har, ja, sum kanska enntá lógu høgligari aðrastaðni í landinum. Samskiftis- og samferðslumøguleikarnir í dag eru eisini so mikið góðir, at leiðarar í umsitingini eiga at hugsa meira enn higartil um, hvørt tað letur seg gera hjá starvsfólki at virka uttan fyri miðstaðarøkið, sjálvt um høvuðssæti hjá stovninum er í Tórshavnar kommunu. Ofta kennist tað órímiligt, at fólk skulu flyta í Tórshavnar kommunu, tá ið tey fáa eitt alment starv, sigur Annfinn Kallsberg og leggur afturat, at onkuntíð hevur verið sagt, at suðuroyingar kenna tað, sum at teir mugu til Havnar fyri at umsita Suðuroynna. Eitt annað sera týðandi mál er at skapa góðar karmar fyri privata fyritakssemið, so at fjøltáttað vinnuvirksemi fær møguleika at taka seg fram í teim størru økjunum. Sum nú er hava privatu fyritøkurnar uttan fyri miðstaðarøkið vánalig kor at virka undir, sigur Annfinn Kallsberg. Málið um útgerðarstøðir og tænastur til oljuvinnuna eru mál, sum kunnu geva verandi fyritøkum í útjaðaranum arbeiði og harafutat skapa fleiri nýggjar vinnur. Tórshavn fær so altíð fyrimunir, so ella so, av tí virksemi, sum verður í sambandi við oljuvinnuna, hvar í landinum hetta so fer fram. Men tað øvugta ger seg tíverri ikki galdandi. Virksemi, sum er í Tórshavnar kommunu, fáa økini uttan fyri Tórshavn ikki treytaleysan fyrimun av, sigur Annfinn Kallsberg. Størri ábyrgd og meira samstarv Annfinn Kallsberg, løgmaður, varðar av kommunmálum og er tí høvuðsmaðurin aftan fyri arbeiðið at gera greitt skilnaðarbýtið millum land og kommunur. Endamálið er at lata kommununum fleiri og størri málsøki at umsita, og í sama viðfangi áleggja teimum alla ábyrgdina av, at tænastan til borgaran er, sum hon skal vera. Men hann mælir frá at taka undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um at skapa enn eitt nýtt politiskt-umsitingarligt lag millum kommunur og landið; tað, sum Javnaðarflokkurin nevnir økisráð. Orsøkin er tann, at eg vænti, at økt umsiting verður avleiðingin. Tað snýr seg ístaðin um at gera umsitingina av samfelagnum so ódýra sum gjørligt; at fáa umsitingina so nær borgaran sum gjørligt, tí tað tænir borgaranum best, sigur hann. Harafturímóti eri eg fyri at lata kommunum fleiri ábyrgdarøki. Hetta krevur, at kommunurnar - um tær ikki sjálvbodnar leggja saman - á ein ella annan hátt samstarva. Tær kunnu sjálvar avgera samstarvsháttin, alt eftir hvat málsøkið talan er um. Eg havi onga ætlan um at tvingað kommunur at leggja saman, men mæli inniliga kommununum til sínámillum at taka spurningin um samanlegging og samstarv til viðgerðar. Á fleiri økjum hava vit heilt góðar royndir av kommunusamstarvi. Sum dømi kann eg nevna, at vit hava átta kommunur, sum samstarva um kæru-nevndina í sambandi við kommunuskatt; vit hava tvær kommunur, sum røkja renovasjónina um alt landið; og allar kommunur eru saman um ravmagnsorkuna gjøgnum felagsskapin Sev. Í Norðuroyggjum hava vit m. a. dømi um samstarv millum kommunur um havnir, m.a. samstarva kommunurnar Viðareiði og Hvannasund á hesum økjum. Kommunurnar hava sostatt nøguleika í hvørjum einstøku føri at meta um samstarvsháttin - um tær væl at merkja ikki sjálbodnar taka avgerð um at leggja saman. Eitt mál, sum eg haldi fer at hava stóran týdning í økismenningini, er kommunalt samstarv um forsorgarlógina. Og hví ikki fáa veruligt kommunalt samstarv um skúlaverkið eisini ? spyr Annfinn Kallsberg. Endamálið er tað sama , sum eg havi skilt, at Javnaðarflokkurin hevur. Men tankarnir um mannagongdina eru møguliga nakrir aðrir. Royndir í Íslandi Annfinn Kallsberg vísir á, at royndir í Íslandi vísa, at leggur tú ábyrgd á kommunurnar, so finna tær sjálvar loysnirnar. Í Íslandi royndu myndugleikarnir at tvinga kommunur at leggja saman, men tað gekk onga leið. Síðan løgdu teir ymisk málsøki út á kommunurnar, soleiðis at kommunurnar beinleiðis fingu álagt at umsita tey. Hvussu tær skipaðu og avgreiddu málini var frá nú av einans ábyrgdin hjá kommununum sjálvum - og tá bar til. Kommunurnar funnu skjótt út av, hvussu farast skuldi fram - og nakrar teirra funnu út av, at best var at leggja saman fyri at røkja hesi nýggju ábyrgdarøki. Tað er tí helst skeiv mannagongd fyrst at leggja kommunur saman, fyri síðan at geva teimum ábyrgdarøki. Tí tað kann tykjast ógreitt, hvør orsøkin til samanleggingina er, og samanstarvshættirnir kunnu vera so mangir, sum vit jú hava góð dømi um í Føroyum, sigur Annfinn Kallsberg. Annars meinar Annfinn Kallsberg, at løgtingsumboð eru rættilig samd um økismenningarpolitikkin. Endamálið er tað sama hjá teimum alra flestu, og at fáa semju um mannagongdina verður neyvan so torført, sigur hann. Mentanarliga skerdir, um allir búgva í Tórhavn Um allir føroyingar búgva kring Tórshavn, verður avleiðingin, at føroyingar verða menatanarliga skerdir, sigur Annfinn Kallsberg. Føroyar verða tá eitt einstakt býarsamfelag burturav. Í dag eru børnini á bygd ein sjálvsagdur partur av gerandislívinum hjá foreldrum og grannum. Og hesi sosialu viðurskifti eiga vit at hjúkla um. Tað verður ein stórur mentanarligur missur hjá vaksandi ættlarliðnum og hjá teim tilkomnu, ja fyri samfelagið yvirhøvur, tá hvørki børn ella ung eru á fjalli, á floti og ikki kenna til fletting og at vera í hoyna. Tá ið hesi mennandi gerandisligu ítrivini úti í føroysku náttúruni eru býtt um við sjónbond, teldustovur og ítróttarhallir. Samstundis sum bygdirnar sjálvandi skulu taka við tí nýggja, eiga tær at varðveita og finna gleðina í teimnum møgleikum, bygdalívið vissuliga hevur. Hesar umstøður, sum fólk aðrastaðni nóg illa loyva sær at droyma um - hesar umstøður hava flestu føroyingar beint uttan fyri gáttina. Hesi virði mugu vit varða av og kenna sum ómissilig. Dreymurin er einar fjølbroyttar Føroyar, har verandi búpláss eru varðveitt og hava eina javngóða menning, har uppvaksandi ættarliðini, børn og tannáringar, hava eitt virkið og innihaldsríkt lív saman við teim eldru á staðnum, eitt lív, sum gevur teimum góðan førning at møta avbjóðingunum, heimurin setir í dag. Dagfinn Olsen - dagfinn@sosialurin.fo Ársins stjørnuskot ár 2000 Brandur Enni á Tvøroyri hevur í ár 2000 tikið føroysku áhoyrarafjøldina á bóli og er uttan iva størsta og nýggjasta stjørnuskot í ár 2000. Men spyr ein 11 ára gamla sangaran, hvussu tað kennist at vera kendur, sigur hann lítillátin: Eg haldi ikki, at eg er so kendur. Kular Røtur úr Klaksvík hava rættiliga gjørt um seg í árinum, sum nærum er farið. Steintór Rasmussen og Ingi Isaksen úr Klaksvík eru tveir ov orkudeplunum aftanfyri Kular Røtur, umframt leikarar og sangarar úr Klaksvík. Men afturat sær hava Kular Røtur eina góða rødd av Tvøroyri. Røddina eigur 11 ára gamli Brandur Enni. Brandur Enni kom rættiliga fram, tá hann í 1999 var við á fløguni hjá Jens Mortan Mortensen, ið nevndist MánadagsMortan. Jens Mortan hoyrdi tann tá 8 ára gamla Brand til eina jólakonsert í høllini í Trongisvági og síðani kom hann við á fløguna MánadagsMortan, sum kom út í desember í 1999. Umvegis Gissur Patursson og pápabeiggja Brand, Birgir Enni, kom samaband í lag millum Steintór Rasmussen og Brand. Úrslitið var, at Brandur sang við á Kular Røtur II, sum kom út fyrst í ár 2000. Har sang Brandur Hundur mín Kingoson og Heyg og Lág. Ongantíð ætlanin Brandur Enni er við síni vøkru rødd og frálíka sangi óivað stórsta stjørnuskot í ár 2000. Men tað stuttliga við hesi søguni er, at tað ikki var ætlanin, at Brandur skuldi við á nakra fløgu hjá klaksvíkingunum. Hann var í fyrsta umfarið bert biðin um at syngja til eina konsert á Kambsdali. Har sungu Brandur og eldri bróður hansara Trónndur (eisini kendur úr Wild Child) nakað av tí, ið teir høvdu sungið, tá føroyskt kvøld var á Broadway í Íslandi. Eftir hetta var leyst og liðugt og Brandur gjørist ein teirra, ið sang á fløguni Kulum Rótum 2. Fyri jól kom Kular Røtur 3 og videoband. Brandur syngur har eitt kvæðakent popplag, nevnt Bókin, og sangin um Jólamannin. Strævi Brandur er av familju, ið er í tónleikaheiminum. Mamman og pápin spæla í Tvøroyrar Hornorkestri, og tað gera øll børn teirra. Um jólini spældi Tvøroyrar Hornorkestur í Vágs Kirkju og har spældi Brandur Enni frálíkt solo á cornett. Hann hevur spælt horn síðani skúlaaldur. Bróður hansrara, Tróndur, hevur í hálvt triðja ár lisið tónleik í Íslandi, eisini hann leikar horn, umframt at leika bassguitar. Uppá spurningin, hvussu tað er at vera kendur, sigur Brandur lítillátin: Eg haldi ikki, at eg eri so kendur!. Tó er tað hent, at onkur, ið hann slett ikki kennir, hevur spurt hann, um hann er Brandur...?. Vinmenninir taka tað tó helt pent og einki er broytt í so máta, sigur Brandur. Um lívið í einum upptøkuhøli sigur Brandur Enni, at tað kann vera strævið. Har ganga hálvir ella heilir dagar við at syngja ein sang inn og so skal alt takast og hoyrast umaftur og umaftur. Framtíðin Um framtíðina sigur Brandur, at ætlanir eru um at umseta teir bestu sangirnar hjá Kulum Rótum til enskt og at royna hetta á altjóða marknaðinum. Umframt skal Brandur til Íslands í januar. Hann hevur frí úr skúlanum á Tvøroyri í 3 vikur og skal ganga í skúla í Íslandi. Føroyskir dagar eru á tí, ið nevnist Fjørðukráin, har ymisk listafólk úr Føroyum luttaka. Tróndur og Brandur luttaka har og møguliga skulu teir eisini í morgunsendingina hjá íslendska sjónvarpinum. 11 ára gamla sangstjørnan av Tvøroyri hevur úr at gera, men á Tvøroyri gongur alt sína vanligu gongd og somuleiðis gerandisdagurin hjá einum av stjørnuskotunum í ár 2000 Dagfinn Olsen - dagfinn@sosialurin.fo Tróndur og Blálýsi í Oynni Fyri fyrstu ferð, síðani einaferð í sjeytiárunum, sýnir Tróndur Patursson fram list sína í Suðuroynni. Á Tvøroyri er frálíkt framsýningarhøli, nevnt Gallarí Oyggin, og her hava suðuroyingar møguleika at njóta nakað av málninga- og glaslist eftir listamannin úr Kirkjubø Einaferð í sjeytiárunum hevði Tróndur Patursson framsýning í skúlanum í Vági. Nú hava suðuroyingar aftur møguleika at síggja list eftir Trónd Patursson. Fyri ári síðani lat upp Gallarí Oyggin á Tvøroyri, og her lat Tróndur upp sýning tann 21. desember. Oyggin hevur samstarv við Norðurlandahúsið og mong listafólk hava sýnt fram har, síðani latið varð upp. Vatnkenslan Tróndur sýnir fram 24 verk. Talan er um glaslist og málningar, umframt prentlist. Sýningin kallast Blálýsi og blátt er eitt slag av felagsnevnara í listini hjá Tróndi á sýningini - bæði innan máling og glas. Tróndur segði í stuttari røðu, tá sýningin lat upp, at hann t.d. heldur enn fjallið sjálvt, tekur spegilsmyndina í vatninum av fjallinum, tí so verður fjallið blátt. Tróndur samanbar tað at búgva í Føroyum, við at búgva á einum boriplattformi. Vit síggja altíð vatn. Hann nevndi eisini, at danir hava sagt um listina hjá Tróndi Patursson, at talan er um vandfølelse - vatnkenslu. Málningarnir hjá Tróndi eru sokallaðir tempara. Blátt og svart og serstaka málingin ger, at tað bláa líkasum treingir seg fram, lýsir sjálvt, og skapar dýpt og rúm. Tróndur fegnaðist um nýggju hølini á Tvøroyri. Hann helt vera gleðiligt, at møguleiki er at sýna fram í Suðuroynni og fegnaðist um at vera aftur. Hølini metti hann ikki standa aftanfyri mong av teimum hølum, ið hann hevur sýnt fram í millum ár og dag. Tróndur las miðskeiðis í sekstiárunum list í Danmark og fram til 1973 í Noreg. Síðani hevur hann havt framsýningar í Føroyum og úti í stóru verð og hevur eisini ferðast víða á spennandi ferðum, ið eisini hava verið íblástur. Í Oynni eru eisini myndir av hesum ferðum. T.d. myndarøðin Mobydick. So um onkrum suðuroyingi ikki eydnast at síggja augstin, sum liggur á sandinum í Hvalba í hesum døgum, so ber til at leita sær í Gallarí Oynna at síggja Moby. Eyðun Klakstein - eydun@sosialurin.fo Todi fær heimasíðu Føroyski superligaspælarin fær almenna heimasíðu beint eftir nýggjár Týsdagin verður almenna heimasíðan hjá føroyska fótbóltsspælaranum Toda Jónsson latin upp á internetinum. Talan er um eina heimasíðu um Toda, sum eisini sjálvur fer at skriva til heimasíðuna. Harafturat verður eisini onkur forvitnislig kapping á síðuni. Aðrastaðni er tað vanligt, at fótbóltsspælarar hava sína egnu almennu heimasíðu, sum teir brúka í samskiftinum viðhaldsfólk og áhugað, og nú fær so fremsti føroyski spælarin sína heimasíðu. Enn er adressan hjá síðuni ikki vorðin almenn, men tað verður hon eftir nýggjár. ODDAGREIN: Einki er einasta leið Fullveldi er ikki ein leið, men eitt mál. Øll kunnu vit vera samd um, at flestu føroyingar halda, at fullveldi er eitt mál uppá sikt, men fleiri eru leiðirnar at røkka hesum máli. Eyðkennini fyri fanatismu eru staðfestingar av absoluttum sannleikum og proklameringar um, at okkurt er einasta leið. Syrgiligt er, um onkur bert sær eina leið, og enn meira syrgiligt er, um hendan leiðin er skeiv ella bland er komið millum mál og miðil. Í brátt farna ári hava vit sæð eina ikki sørt mannminkandi tilgongd. Føroyska samráðingarútspælið um fullveldi var - sum andstøðan eisini hevði á orði áðrenn samráðingarnar byrjaðu - ósmæðið. Tað, ið onkur pástendur var karaktermorð uppá føroyingar, var meira at meta sum eitt karaktersjálvmorð framt av samgonguni. Vónandi síggja vit ongantíð aftur slíkar undirmineringar av føroyskum sjálvsvirði, sum til dømis at sita í tímavís á einum fundi og royna at fáa donsku stjórnina at viðurkenna, at teimum ikki tørvar at góðkenna eina føroyska loysing. Um vit halda, at teimum ikki tørvar at góðkenna loysingina, hví skulu vit so partú hava teir at viðurkenna tað? Tað skal vera okkara vón fyri tað nýggja árið, at Føroya kosnu menn fara at føra seg fram á ein hátt, ið ger, at føroyingar - eisini útisetar búsitandi í Danmark - kunnu bera høvdið høgt og vera ernir av teimum. Hettar hevur ikki verið støðan í ár, har menn ósmæðið hava kravt evsta vald fyri annans gjald. Varaløgmaður hevur havt á orði, at eingin hevur sagt ella kann siga, at sáttmálauppskotið hjá landstýrinum ikki hevði verið ein góður karmur um ein felagsskap millum tvær tjóðir. Vit loyva okkum at ivast í hesum pástandi, men skulu, um hann er rættur, hervið vera teir fyrstu til at siga, at uppskotið hevði ikki verið ein góður karmur um ein felagsskap millum tvær tjóðir. Tað hevði givið ein ikki sørt ringan smakk, um vit framdu evsta vald fyri annans gjald. Tað skal vera okkara nýggjársynski, at ósmædnið og kravmentaliteturin verður lagt á hillina í komandi ári soleiðis, at vit venda aftur til at valda so hvørt sum vit gjalda. Vónandi sleppa vit í tí nýggja árinum frá, at politisk litað brøv vera send til ST undirskrivað av embætisfólki. Føroya landsstýri kann til eina og hvørja tíð fáa upplýsingar frá ST eins og hvør heimsborgari kann tað. Gott hevði verið, um samgongan sjálv fór at avlíva sínar egnu mytur um, at føroysk embætisfólk ikki kunnu fáa upplýsingar úr ST. Búskaparligi spurningurin, ið veruliga er tað, ið skilir Føroya Landsstýri og donsku stjórnina kemur vónandi í fokus í tí nýggja árinum. Okkum tørvar greiðar linjur, tí í løtuni er tað greitt sum ein fløkjustampur, hvat samgongan ætlar viðvíkjandi tí búskaparliga. Annars vil blaðið ynskja øllum viðskiftafólki sínum og øllum føroyingum eitt gott nýggjár og tøkk fyri tað farna Sosialurin Edvard Joensen - edvard@sosialurin.fo Tordur bygdarráðsformaður Tordur Niclasen verður bygdarráðsformaður á Eiði komandi valskeiðið Kommunuval Nýggi bygdarráðsformaðurin í Eiðis Kommunu eitur Tordur Niclasen. Tað varð greitt eftir bygdarráðsfundin fríggjakvøldið, har bygdarráðið valdi formann og næstformann. Til næstformann varð vald einasta kvinnan í bygdarráðnum, Anna Maria Poulsen. Í Eiðis Kommunu eru tríggjar bygdir. Eiði, Ljósá og Svínáir. Anna Maria Poulsen býr við Ljósá, meðan hinir bygdarráðslimirnir allir búgva á Eiði. Nýggi bygdarráðsformaðurin á Eiði sigur, at ætlan hansara verður at reka ein varnan fíggjarpolitikk komandi skeið. Konsolidering og raðfesting verða lyklaorðini, sigur nýggi bygdarráðsformaðurin. Tordur Niclasen starvast dagliga sum fyristøðumaður á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, haðani hann hevur leiðsluroyndir síðan 1984. Eisini hevur hann drúgvar royndir í politikki. Hann hevur verið tingmaður í 16 ár, umframt eisini at hava sitið eitt skeið í landsstýrinum. Tordur Niclasen er annar av tveimum bygdarráðslimum á lista B við bygdarráðsvalið á Eiði. Hann fekk næstflestar persónligar atkvøður á valinum.